Kunning um námsætlanir og próvtalsstiga

Síðan 2008 hevur Mentamálaráðið arbeitt við at fáa til vega nýggjar og tíðarhóskandi námsætlanir og próvtalsstiga til føroyska skúlaverkið. Royndir lærarar í fólka-, vinnu- og miðnámsskúlunum hava orðað uppskot til nýggjar námsætlanir, sum síðan eru ritstjórnaðar í Mentamálaráðnum.

Nýggjar námsætlanir og próvtalsstigi eru sett í gildi fyri fólkaskúlan frá skúlaársbyrjan 2011 og verða sett í gildi fyri miðnámsskúlarnar og yrkisútbúgvingarnar frá august 2013.

Hvat er ein námsætlan?

Allar lærugreinar í skúlanum hava eina námsætlan. Í námsætlanini stendur, hvat endamálið og innihaldið í lærugreininini er. Námsætlanin sigur eisini nakað um, hví vit undirvísa í teirri ávísu lærugreinini, hvussu nógvar tímar, undirvíst verður, hvussu eftirmett verður, og hvussu farið verður til próvtøku.

Námsætlanin er fyrst og fremst ætlað sum grundarlag undir undirvísingini í lærugreinini. Námsætlanin skal harumframt geva rúmar ræsur fyri fjølbroytni í undirvísingini, samstundis sum lærarar og næmingar hava greið mál at arbeiða fram ímóti, so at næmingarnir kunnu menna sínar førleikar so væl sum til ber.

Námsætlanin er sostatt karmur og hent amboð hjá bæði lærara, næmingi og foreldrum at stimbra fakligu, kreativu og sosialu menningina hjá einstaka næminginum.

Førleikar og mál

Í námsætlanunum er stórur dentur lagdur á at lýsa týdningin, sum støðisførleikar hava fyri menning og læring. Støðisførleikarnir í námsætlanunum eru: at virða, at samskifta, at kanna og at skapa. Hetta eru grundleggjandi førleikar, sum næmingurin hevur ognað sær í uppalingini, og sum verða mentir í øllum lærugreinum. Samstundis eru teir støðið undir fakligu førleikunum, ið næmingurin ognar sær í skúlanum.

Høvuðstátturin í námsætlanini er kjarnaøkini og førleikamálini. Meðan kjarnaøkini siga frá teimum fakligu evnum, sum undirvísingin snýr seg um,  siga førleikamálini, hvat næmingurin dugir eftir lokna undirvísing.

Samstarv og ávirkan

Lógin sigur, at næmingurin skal vita, hví lærarin velur ein ávísan undirvísingarhátt. Lærari og næmingur skulu umrøða og semjast um, hvat best er at gera og hvussu, so at næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egna læring. Lærarin leggur undirvísingina í lærugreinini til rættis við støði í námsætlanini.

Við nýggju námsætlanunum hava bæði næmingar og foreldur góðan møguleika at kunna seg um tey mál, sum sett verða í námsætlanunum, og sum eru grundarlag undir undirvísingini. Á henda hátt verður miðað ímóti, at ávirkan næmingsins á egna læring verður stimbrað og ment.

Felags bygnaður

Allar námsætlanir hava ein felags bygnað, og dentur hevur verið lagdur á at orða námsætlanirnar so greiðar og á so vanligum máli sum gjørligt, so at tey, ið varða av skúlanum, foreldur, skúlastýri og kommunustýri, betur kunnu skilja endamál og innihald.

Nýggjur próvtalsstigi

Í nógv ár hava vit brúkt tann sonevnda 13-talsstigan, tá ið próvtøl hava verið givin. Frá verandi skúlaári verður hetta broytt so, at teir næmingar, sum fara í 8. flokk í 2011 og taka 9. floksprógv á sumri 2013, fáa próvtøl sambært nýggja próvtalsstiganum, sum samsvarar við altjóða ECTS-stigan.

Próvtølini í nýggja próvtalsstiganum eru sjey í tali. Tá ið próvtøl verða givin, verða tey beinleiðis borin saman við tey førleikamál, sum eru sett í námsætlanini. Próvtølini siga frá, í hvønn mun næmingurin hevur rokkið teimum ásettu førleikamálunum. Megnar næmingurin øll førleikamálini í námsætlanini, fær hann hægsta próvtal.

Próvtølini í nýggja próvtalsstiganum

·         12: fyri framúr gott avrik

·         10: fyri sera gott avrik

·           7: fyri gott avrik

·           4: fyri hampiligt avrik

·         02: fyri toluligt avrik, sum kann verða góðtikið

·         00: fyri ikki nøktandi avrik

·          -3: fyri heilt vánaligt avrik

Kunning

Í sambandi við at nýggjar námsætlanir og nýggjur próvtalsstigi verða sett í gildi, verður farið undir at kunna og vegleiða lærarum og skúlaleiðslum um, hvussu námsætlanir og próvtalsstigi eru ætlað at verða nýtt í verki.