Í strembanini at lívbjarga sær undir ymiskum og skiftandi korum hevur menniskjað til allar tíðir útvegað sær vitan og kunnleika um ymisk náttúrufyribrigdi. Á økjum sum t.d. snúgva seg um gróður, umhvørvi, biotøkni, heilivág og heilsu økist henda vitan í dag við miklari ferð. Undirvísingin í lívfrøði snýr seg tískil um alt livandi, heilt frá lívfrøðiligum tilgongdum á mýlastøði í kyknuni til lívfrøðiliga samanspælið í lívhválvinum øllum. Førleiki í lívfrøði snýr seg um at duga at brúka hesa fakligu vitan at lýsa og skilja nýggj fyribrigdi, fáa nýggja vitan til vega og samskifta á fakligum stigi um ymisk samfelagslig viðurskifti. Vitan og fatan í lívfrøði eru grundað á náttúruvísindaligar arbeiðshættir.
Lívfrøði er lærugrein, ið byggir á royndir, har kanningar og royndir, bæði í starvsstovu og úti í náttúrini leggja støði undir innlit í tað fjølbroytnið, sum er í lívfrøðiligum skipanum. Í sambandi við greining av lívfrøðiligum spurningum og úrslitum verður dentur lagdur á at finna fram til, hvussu viðurskiftini eru skipað, og at gera uppskot til myndlar.
Í samstarvi við aðrar lærugreinar gevur lívfrøðin sítt íkast til fatan av bæði okkum sjálvum, sum ein livandi vera av fleiri, og samspælinum millum menniskjað og náttúruna rundan um okkum. Samstundis veitir lívfrøðin næminginum eitt fakligt grundarlag at menna sína lívfrøðiligu vitan, ið er ein grundleggjandi fyritreyt fyri burðardyggari umsiting av náttúrutilfeinginum og umhvørvinum, og sum ger hann føran fyri at taka støðu og ábyrgd, umframt at skapa ein hugburð í sambandi við siðalagsligar, heilsuligar og samfelagsligar spurningar, ið eru uppi í tíðini.
Undirvísingin í lívfrøði hevur til endmáls
Undirvísingin í lívfrøði fevnir um 7.-9. floksstig. Klokkutímatalið í 7., 8. og 9. flokki er 60 á hvørjum floksstigi.
Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.
Í lívfrøði verður arbeitt við øllum tættum av náttúruni. Dentur verður lagdur á royndir og venjingar, og at hesi verða lýst við lívfrøðiligum ástøði og frágreiðingum.
Lívfrøði verður býtt sundur í fýra kjarnaøki náttúran, kyknan, mannakroppurin og ílegurnar.
Hesi 4 kjarnaøki eru tey somu frá lægsta til hægsta stig í skúlaskipanini. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:
Kjarnaøki | ||||
Náttúran | Kyknan | Mannakroppurin | Ílegurnar |
Kjarnaøkið náttúran fevnir um djóra- og plantulæru, smáverulæru, vistfrøði og dálking.
Djóra- og plantulæra er at kenna djór og plantur, og hvussu hesi verða bólkað, hvussu tey liva, og hvar tey liva. Stórir soppar, tarar og onkrar algur verða eisini viðgjørd her.
Smáverulæra er um bakteriur og einkyknudýr, umframt ávísar soppar og algur. Virus og prionir hoyra eisini undir henda bólk.
Vistfrøði er læran um samspælið millum livandi verur og teirra umhvørvi. Livandi verurnar umfata plantur, djór, soppar og smáverur, meðan umhvørvi í høvuðsheitinum fatar um veðurlag, mold og vatn. Vistfrøði er eisini um lívfrøðiligt margfeldi, búøki, lívøki, og undirvíst verður í, hvussu livandi verur ávirka umhvørvið, og hvussu umhvørvið ávirkar livandi verurnar.
Nomið verður við mannaávirkan á umhvørvið, og um burðardygga nýtslu av tilfeingi. Dálking av umhvørvinum er eisini fevnd av hesum kjarnaøki.
Kjarnaøkið kyknan fevnir um kyknulæru og lívevnafrøði. Undirvíst verður í einstøku kyknuni, hennara kyknugøgnum og teimum tilgongdum, sum fara fram inni í kyknuni.
Í kyknulæru verður fyrst og fremst lært um bygnað og virki hjá kyknuni, bæði hjá einkyknuverum og hjá fleirkyknuverum, har ymisk kyknusløg eru í teimum ymisku lívgøgnunum.
Í lívevnafrøði verður lært um evnafrøðiligar tilgongdir, so sum evnabroyting (metabolisma), og hvussu evnini verða flutt inn í og út úr kyknuni.
Kyknan er sett saman av ymiskum lívrunnum evnum, so sum proteini, kolhydrati, feitti og nukleotidum. Ein týdningarmikil partur av lívevnafrøðini snýr seg um proteinframleiðslu og um virknaðin hjá proteini, serliga kveikum.
Kjarnaøkið mannakroppurin fevnir um lívvirkisfrøði (fysiologi), men er samstundis knýtt at fakunum kropsbygnaði (anatomi) og lívevnafrøði. Undirvíst verður í, hvussu livandi skipanir virka, og um bygnaðin á ymisku lívgøgnunum.
Kjarnaøkið ílegurnar fevnir um arvalæru og um menningarlæru (genetikk og evolutión).
Í arvalæru verður lært um ílegur, og um hvørjar tilgongdir gera av, hvussu ávísir eginleikar arvast frá einum ættarliði til annað, og hvussu hesir eginleikar koma til sjóndar. Harumframt verður lært um ymisk snið av ílegum, sonevndu samsætini (allel), og um mutatiónir og tær arvaligu sjúkur, hesar mutatiónir kunnu hava við sær.
Í menningarlæru verður lært um, hvussu sløgini broytast, og hvussu nýggj sløg koma fram orsakað av arvi, mutatión og útveljing.
Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.
Førleikamálini í lívfrøði eru býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.
Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.
Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:
At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.
Førleikin at virða snýr seg í lívfrøði um at virða náttúru og umhvørvi, umframt tað mentanarliga tilfeingið og tey sermerki, ið koma til sjóndar í nærumhvørvinum. Í undirvísingini verður dentur lagdur á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og virðir tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin virðir eisini sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann virðir tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann hevur virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.
At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin lívfrøði er við til at fremja hesa menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.
Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin verður frá fyrsta degi vandur við at tala, skifta orð, lurta, próvføra og bera fram egnar metingar.
Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Í lívfrøði merkir hetta m.a. at lesa tekstir á ávísum torleikastigi, at lesa myndlar og ritmyndir, ið sýna støður og einfaldar broytingar í tíð og í rúmd. Harumframt fevnir førleikin at lesa um at duga at lesa kort, talvur og skema. Førleikin at skriva í lívfrøði snýr seg um at duga at orða seg á einum rímiliga fjøltáttaðum, samanhangandi máli, ið evnar at knýta saman einfaldar samanhangir.
Førleikin at rokna snýr seg í lívfrøði eins og í náttúrulærugreinum um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og at loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mong og ymisk gerandismál, og tí hevur undirvísingin í lívfrøði ein týðandi lut í hesi menning.
Førleikin at nýta tøknilig amboð er í lívfrøði at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. Við venjingum ognar næmingurin sær vitan og mennir síni evni at skriva tekstir. Hesin førleiki snýr seg í stóran mun um at duga at finna viðkomandi upplýsingar á internetinum og at taka niður tilfar ella avrita tilfar inn í eitt tekstskjal ella rokniark, og at goyma sítt tilfar í skipaðum skjáttubygnaði, so at til ber at handfara eina ávísa mongd av ymiskum tilfari.
At kanna er íborin førleiki. Børn rannsaka umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.
Førleikin at kanna snýr seg í lívfrøði um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um náttúru, umhvørvi, heilsu og lívfrøðilig viðurskifti. Í lívfrøði styrkir næmingurin síni evni at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin verður eggjaður til at síggja gagn og gleði í náttúrufrøðiligum og lívfrøðiligum viðurskiftum og til at fregnast um spurningar av nevnda slag, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum lærir næmingurin at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.
Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin mennir síni evni at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt, eins og hann mennir síni hugskot. Hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.
Førleikin at skapa snýr seg í lívfrøði um, at næmingurin gerst tilvitaður um og lítur á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin lærir, hvussu náttúruvísindalig, tøknilig og lívfrøðilig nýbrot hava broytt náttúru, umhvørvi, samfeløg og mentan. Næmingurin lærir, at eygleiðing og ítøkiligar royndir eru ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.
Lívfrøði hevur ávegismál fyri 8. floksstig, umframt endalig mál fyri 9. Floksstig. Ávegismálini eru vegleiðandi, tó soleiðis at skilja, at um munandi frávik koma fyri, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans, sum við støði í lýsta tørvinum hevur skyldu til at seta neyðug tiltøk í verk. Um endaligu málini verða eftirmett við próvtøku, eru tey bindandi.
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðumetingar, testir, munnlig upplegg og skrivligar royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini. Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.
Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.
Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.
Próvtøkuuppgávurnar skulu innihalda uppgávuheiti og neyvlýsandi undirspurningar umframt fylgiskjøl. Hvør próvtøkuuppgáva hevur vanliga bæði kend og ókend fylgiskjøl. Royndararbeiði skal vera partur av so nógvum uppgávum sum gjørligt.
Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini.
Próvtøkutilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.
Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.
Dentur verður lagdur á evni próvtakarans at skipa lívfrøðiligt tilfar við støði í útflýggjaða próvtøkuspurningunum, at próvtakarin skilir og tulkar lívfrøðiligar upplýsingar, nýtir háttaløg og úrslit frá royndararbeiði, setir ókent tilfar í samband við lívfrøðilig greiðsluevni, sær sína lívfrøðiligu vitan í frásjón og evnar at meta um lívfrøðilig greiðsluevni.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
9-flokkur munnlig próvtøka
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og próvtakarin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað, við neyvum og greinandi eygleiðingum. Próvtakarin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini lívfrøði. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri. |
7 | Gott | Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Próvtakarin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini lívfrøði, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðulig, og meting próvtakarans av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur lýti kunnu koma fyri. |
02 | Nøktandi | Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik og tulkingin ógreið. og fakliga eygleiðingin veik. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni, tó kunnu týðandi brek koma fyri. |
Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir tí at skipa undirvísingina. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.
Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.
Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum. Tað kann t.d. vera Náttúran.
Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kunnu partar úr kjarnaøkinum Náttúran verða samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum Kyknan. Vitan um hesi øki eru við til at gera fatanina av lívfrøðini fjøltáttaða.
Munnligi tátturin í lærugreinini, ið er umrøða og viðgerð, skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingargongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.
Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi vera skipaður inn í undirvísingina í lívfrøði. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í lívfrøði. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa eina greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir hetta evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.
Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.
Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.
Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.
Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.
Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini lívfrøði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í lívfrøði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at lívfrøðiligum spurningum.
Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at viðkomandi og tíðarbær evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.
Í lívfrøði verða ymiskir arbeiðshættir nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.
Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið og skúlans gátt.
Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.
Endamálið við teimum ymisku arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál, at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og íverkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.
Lærari skal altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.
Lívfrøði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú burðardygga menning, at menna skapandi evnini og KT-førleikarnar hjá næminginum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærumhvørvinum, knýtt at náttúrufrøðiligum fyribrigdum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í øðrum lærugreinum.
Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði, t.d. við at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning, um somu tíð.
Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfaklig samanheingi.
Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum part av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanheingi avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin. Tí er umráðandi, at undirvísingin í lívfrøði verður sjónliga skipað so, at næmingurin veit, at lærugreinin er natúrligt framhald av lærugreinini náttúru og tøkni í 6. flokki.
Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í lívfrøði, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina staðbundna framsýning, eina røð av fyrilestrum ella framløgum, eina heimasíðu, eitt blað ella eina ritgerð.
Ein grundgeving fyri, at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl – t.e. greitt og uttan stórvegis villur – ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.
Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.
Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri føroyskum máli sum intellektuellum amboði, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Umráðandi er, at næmingurin fær venjing í at brúka móðurmálið í lærugreinini, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.
Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og tilevnaðar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.
Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar eiga at lesa í minsta lagi eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.
Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.