1. august 2019
Kapittul 4 er dagførdur sambært broytingum í Undirvísingarkunngerðini frá 19. juli 2019.
Løgtingslóg nr. 62 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar frá 15. mai 2012:
§ 5. Útbúgvingarbreytirnar fevna eisini um lestrarmenning, breytaruppgávu og breytarverkætlan. Fyrireikingarbreytin fevnir ikki um breytaruppgávu.
Stk. 2. Lestrarmenning skal fremjast á einstøku breytunum fyrsta árið í útbúgvingini og skal lestrarmenningin gera einstaka næmingin tilvitandi um fakligu krøvini í valdu breytini og geva honum amboð at nýta í einum virknum lestrarumhvørvi.
Stk. 3. Á 3-ára útbúgvingarbreytunum verður breytaruppgáva skrivað 2. árið, og breytarverkætlan verður skrivað 3. árið.
Stk. 4. Á fyrireikingarbreytini verður breytaverkætlan skrivað 2. árið.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur sbrt. stk. 1-4 um lestrarmenning, breytaruppgávu og breytarverkætlan.
Endamálið við breytarverkætlanini er, at næmingurin sjálvur skal royna at arbeiða við at fara til botns í og bera fram eitt fakligt greiðsluevni innan eitt sjálvvalt øki. Næmingarnir skulu vísa, at teir sjálvir eru førir fyri at velja út, nýta viðkomandi tilfar og eru førir fyri gera kritiskar metingar á fakligum grundarlagi. Arbeiðið við breytarverkætlanini skal menna lestrarførleikar næmingsins, soleiðis at skilja, at teir umvegis eitt skrivligt avrik vísa, at teir megna at hava yvirlit, viðgera, skipa, taka saman um og bera fram eitt fakligt greiðsluevni.
Málið við breytarverkætlanini er, at næmingurin
Karmarnir kring breytarverkætlanina eru lýstir í grein 22 í Undirvísingarkunngerðini:
§ 22. Breytarverkætlanin á 3. ári verður skrivað í lærugrein á A-stigi í tvørfakligum samstarvi við eina aðra lærugrein á A-, B- ella C-stigi. Á fyrireikingarbreytini verður breytarverkætlanin skrivað 2. árið í lærugrein á A- ella B-stigi í tvørfakligum samstarvi við eina aðra lærugrein á A-, B- ella C-stigi.
Stk. 2. Næmingurin skal sjálvur velja lærugreinar, øki og evni.
Stk. 3. Verkætlanin verður skrivað í tíðarskeiðinum 15. oktober til 1. mars. 10 skúladagar vera nýttir til verkætlanina, harav fimm teir síðstu skulu liggja saman. Millum fyrsta og síðsta verkætlanardag skulu í mesta lagi vera 6 vikur. Uppgávuorðingin skal latast næminginum, tá fyrsti verkætlanardagur byrjar. Verkætlanin skal latast inn seinasta verkætlanardag. Teir dagarnar, næmingurin skrivar verkætlan, verður vanliga undirvísingin niðurløgd.
Stk. 4. Hvør næmingur fær tveir vegleiðarar, ein í hvørji lærugrein, sum skulu góðkenna øll næmingaval og gera endaliga uppgávuorðing.
Stk. 5. Við støði í grundaðari skrivligari umsókn frá næmingi kann leiðari útbúgvingarstovnsins gera av, at breytarverkætlanin kann verða skrivað í trimum lærugreinum ella bert í einari A-lærugrein. Endamál, mannagongd og treytir annars eru lýst í námsætlanini fyri breytarverkætlanina.
Næmingurin velur sjálvur, í samráði við vegleiðara/r, lærugrein/ar, sum verkætlanin skal skrivast í. Vegleiðari/arar skulu góðkenna val næmingsins.
Skúlin ger av, hvør lærari skal vegleiða tann einstaka næmingin í hvørji lærugrein. Vegleiðingin skal skiljast sum góð ráð og skilagóðar ábendingar í sambandi við sjálvt valið og arbeiðið við sjálvari verkætlanini. Vegleiðingin skal skipast soleiðis, at tað er greitt, nær lærarin er vegleiðari, og nær hann er metari. Tí má vegleiðingin ikki vera ein døming/meting av týðandi pørtum av svarinum. Hinvegin skal vegleiðingin skipast soleiðis, at næmingurin fær høvi at taka ímóti vegleiðing í øllum verkætlanartíðarskeiðinum heilt fram til innlating.
Næmingurin velur í samráði við sín(ar) vegleiðara(r) øki og greiðsluevni fyri verkætlanina. Økið og fakliga greiðsluevnið skulu liggja innan fyri kjarnaøkini ella ískoytisøkini í lærugreinunum og skal avmarkast soleiðis, at til bera at gera eina uppgávuorðing, so at áður innlatin og rættað svør/uppgávur ikki kunnu endurnýtast.
Vegleiðari/vegleiðarar gera uppgávuorðing næmingsins. Uppgávuorðingin skal fevna um faklig og tvørfaklig evni í lærugreinunum, og eitt krav er, at farið verður í dýpdina í minsta lagi í aðrari av lærugreinunum, út um tað, sum vanliga krevst í lærugreinini.
Næmingar, sum hava valt sama øki, skulu hava ymiskar uppgávuorðingar. Uppgávuorðingin kann ikki vera beinleiðis partur av tí, sum næmingurin hevur fingið undirvísing í. Har aftur ímóti er eingin forðing fyri, at verkætlanin er framhald av tí, sum undirvíst hevur verið í, ella hevur samband við tað.
Uppgávusvarið skal vera á føroyskum, men skúlin kann í serstøkum førum eftir umsókn loyva, at svarað verður á øðrum máli. Har aftur ímóti skulu allar verkætlanir hava ein stuttan samandrátt (úrtak) á enskum.
Er eitt ella fleiri fremmandamál partur av breytarverkætlanini, skal í minsta lagi ein partur av keldutilfarinum vera á tí/teimum málunum.
Verkætlanin verður dømd við einum próvtali, sum byggir á eina heildarmeting, t.v.s. í hvønn mun svarið lýkur málini fyri breytarverkætlanina.
Eisini skulu hesi viðurskifti verða havd í huga, tá ið dømt verður:
Uppgávur, ið eru skrivaðar á øðrum máli enn føroyskum, skulu lúka somu málsligu krøv, sum sett verða til eina føroyska uppgávu.