Fotografiin speglar okkara samtíð, fortíð og framtíð á ein hátt sum eingin annar miðil ger. Hvussu vit skilja og minnast tað, ið undanfarið er, og hvussu vit sjálv fara at verða fatað av tíðini eftir okkum.
Ongantíð hava fólk fotograferað so nógv sum í dag. Ein kollveltandi broyting er hend innan hesa sergrein, soleiðis at hon nú er lætt atkomulig hjá øllum. Hetta ger, at hon bæði er við til at staðfesta, men eisini skeikla okkara veruleika.
Uttan mun til hvørjum tóli myndin er tikin við, ella hvørjum pallið hon er víst á, so er tað ein veruleiki, at fotografiin broytir okkara fatan av tí, ið hendir rundan um okkum. Sum listagrein og miðil hevur fotografiin havt stóra ávirkan bæði á heimssøguna og einstaklingin, og hon er viðurkend fyri at hava alstóran týdning – bæði samfelagsligan og persónliga í lýsingahøpi, og seinstu árini eisini sum listagrein.
Endamálið við undirvísingini í fotografi er, at næmingurin skilir meginreglurnar í fotografiini. Bæði innan fotografi sum listagrein, miðil og amboð. Hetta fevnir um søguna, visuellu og tøkniligu partarnar, umframt arbeiðsgongdina sum heild – samstundis sum næmingurin mennir eina størri fatan av miðlinum og ognar sær vitan, innlit og førleikar til at samskifta við myndum.
Lærugreinin gevur næmingunum neyðugu amboðini til at greina fotografi, bæði innan list, dokumentatión og lýsingar, samstundis sum lærugreinin sameinir ein ástøðiligan og praktiskan part, har næmingurin fær grundleggjandi vitan í, hvussu forrit og ljósmyndatól eru uppbygd, og hvussu ein nýtir hesi á serkønan hátt.
Fotografi sum lærugrein viðger ta samtíð, vit liva í gjøgnum sjóneykuna á fototólinum. Eisini verður hugt afturlítandi at fotografi – bæði at listarliga og samfelagsliga týdninginum – og hvørja ávirkan hon hevur havt á heimssøguna.
Undirvísingin í fotografi á C stigi fevnir um 75 klokkutímar.
Lærugreinin fotografi á C stigi hevur fýra kjarnuøki:
1. Fotografiástøði og søga
2. Tekniskt ástøði: fototól, útgerð, forrit, ljóslæra og myndaskipan (kompositión)
3. At byggja eina mynd upp (konseptmenna), at ogna sær vitan um tilgongdina frá hugskoti til almannakunngering (útgávu(prent)
4. Verkætlan, við umfatandi uppgávu ið er grundað á tekniskar førleikar, so sum listarligar
Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnuøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðshættum.
Í lærugreinini fotografi eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.
Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.
Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:
· at virða
· at samskifta
· at kanna
· at skapa
At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.
Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna okkara evni at samskifta um mentan og vitan. Undirvísingin í fotografi leggur harumframt dent á, at næmingurin skilur tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, og meginreglurnar um upphavsrætt. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.
At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin fotografi hevur ein týðandi leiklut í hesi menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.
Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.
Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka.
Í fotografi verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin lærir at síggja fotografiir sum frásøgu- og samskiftismiðil. Hetta lærir hann m.a. við at hava framløgur og at gera eftirmetingar, sum javnan verða skipaðar í tímunum. Næmingurin lærir eisini tað myndamál, myndir verða bygdar upp við, m.a. um symbolik og boðskap, og hann skal duga at lesa boðskapin, annaðhvørt gjøgnum skrivligan ella meiri duldan symbolikk, ið er skipaður í myndunum.
Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í fotografi eisini sín týðandi lut í hesi menning. Í fotografi lærir næmingurin at byggja myndir upp. Her verður miðað ímóti, at næmingurin dugir at perspektivera lutirnar í fotografiini í mun til hvønn annan fyri at fáa djúpd o.a. í myndina, og dugir at nýta opnu, lúkutíð og ISO, og hvussu tey skikka sær í mun til hvørt annað.
Førleikin at nýta tøknilig amboð er í fotografi at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. At kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni. Við venjingum lærir næmingurin at nýta teldu til tekstframleiðslu og sum leitingaramboð. Í fotografi arbeiðir næmingurin við kunningartøkni, har hann m.a. lærir at arbeiða við myndum gjøgnum tey forrit ið eru ætlað til at stuðlu undir fotografiina, og harafturat savnar sær kunnleika og íblástur at nýta, tá ið hann skapar síni egnu verk.
At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.
Førleikin at kanna snýr seg í fotografi um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um mál og bókmentir.
Í fotografi verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin fær ástøðiligan førleika í at lesa myndir, og hetta verður m.a. gjørt við at kenna listasøguna og harafturat kenna listarfólk rundan um okkum við teirra tilgongdum til fotografiir. Ástøðiligi parturin verður at síggja sum ein lutur í undirvísingini í fotografi.
Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.
Umráðandi er, at til at stuðlu undir fotografiinaførleikin at skapa snýr seg í fotografi um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu mentanarlig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og samfeløg. Næmingurin skal læra, at myndagerð og myndatulking er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur, áhuga og áhaldni. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.
Við støði kjarnaøkjunum dugir næmingurin:
· at skilja og nýta eitt 35 mm fototól, eisini tær manuellu funktiónirnar
· grundleggjandi at skilja, hvussu ljós ber seg at, og hvussu tað verður nýtt í miðilinum
· at arbeiða við einum hugskoti, menna tað, leggja til rættis og fáa boðskap í endaliga úrslitið
· verkgongd frá byrjan til enda
· við egnum orðum at greiða týðiliga frá egnum myndum og at greina myndir hjá øðrum
· at fotografera og talgilt viðgera og klárgera myndir, eins og hann fær innlit í at prenta myndir
· at meta um listina og virðið í fotografiini, bæði sum miðil, list og amboð, hetta við at granska søgu og nútímans rák, og nýta hetta í egnari framleiðslu
· at hyggja at visuella heiminum og at umseta og umboða hann í sínari fagurfrøði og samleika
· at taka stig til at leggja til rættis og fremja eina fotografiska verkætlan frá byrjan til enda á serkønan hátt
· at kenna fotografiska, myndaliga og estetiska listasniðið og hvussu hesi vera nýtt í ymsum samanhangum
· at vita, hvussu fotografi samskiftir og hvørjum miðlum og pallum ein kann vísa sínar myndir fram á, og hvussu fotografiin verður nýtt sum samskiftishugtak
· vitan um fotosøgu, nýtsluna, ávirkanina og menningina, og soleiðis finna egið støði í einum veruleika við stórum visuellum upplýsingarfloymi
· at vita hvussu upphavsrættur skal nýtast, og hvussu vitanin kann nýtast í professionella lívinum, tað veri seg innan útbúgving og arbeiði, umframt hvussu umhvøvið í vinnuni og fotografi samstarva.
Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.
Eftirmetingin verður skjalfest.
Munnlig próvtøka verður hildin.
Próvtøkan varir í 24 minuttir, íroknað próvdøming. Saman við útflýggjan av tilfari og vegleiðing, er fyrireikingartíðin 24 minuttir.
Spurningarnir verða settir við støði í økjum og evnum o.ø., úr kjarnutilfarinum, og eisini ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samrøða millum næmingin og próvhoyrara, og tekur hon støði í framløguni hjá næminginum, tvs. av tí tilfarinum og próvtøkuspurninginum, ið næmingurin hevur arbeitt og fyrireikað seg við í fyrireikingartíðini.
Próvtøkan er tvíbýtt. Fyrri parturin er ein framløga av seinastu verkætlanini hjá próvtakaranum. Próvtakarin skal við hegni og kunnleika greiða frá umráðandi pørtum í verkætlanini, og vera førur fyri at svara spurningum, ið próvdómari og próvhoyrari seta viðvíkjandi framløguni og verkætlanini.
Seinni parturin er fotografi ella myndarøð, ið næmingurin ikki hevur sæð áður, men vísir á týðandi partar av tí, ið næmingurin hevur havt í undirvísingini. Næmingurin skal vera førur fyri at greiða frá bæði teimum ástøðiligu, tøknufrøðiligu og visuellu pørtunum í fotografiinum og greina tey. Eitt skjal verður givið næminginum saman við myndini, so viðkomandi upplýsingar um myndina/ar eru tøkar.
Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómarinum til góðkenningar í seinasta lagið 5 dagar undan próvtøku.
Próvhoyrt verður í ókendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað tematisk ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.
Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið í frásjón.
Tá mett verður um framløguna av verkætlanin hjá próvtakarinum, verður dentur lagdur á, at næmingurin dugir at
1. arbeiða við einum hugskotið, menna tað, leggja tað til rættis og fáa boðskap í endaliga úrslitið
2. vísir at hann dugir at nýta eitt myndatól sum miðil og dugir at brúka teir tøkniligu førleikarnar, hann hevur lært í undirvísingini
3. grundgeva fyri valið av evni til verkætlan, í sínari fagurfrøði, og eisini duga at vísa á valið av nýtsluni av útgerð til verkætlanina
4. meta um listina og virðið í myndatøkuni hjá sær, bæði sum miðil, list og amboð
Tá mett verður um framløguna av ókenda tilfarinum, verður dentur lagdur á, at næmingurin dugir at
1. greiða frá, hvussu myndin er tilevnað, og hvør útgerð er nýtt, hvørjar tønifrøðiligar stillingar eru nýttir, á myndatóli og ljósi (um ein hevur nýtt aðrar ljóskeldur enn náttúrligar)
2. við egnum orðum at greiða týðuliga frá myndaevninum og greina tað
3. at knýta myndaevnið at tí tilfari, ið áður er gjøgnumgingið í undirvísingini
Givið verður eitt samlað próvtal, við støði í heildarmetingini av samlaða avrikinum hjá næminginum. Próvhoyringin av verkætlanini og ókenda tilfarinum telja eina helvt í part.
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Framløgan í samband við verkætlanina er greið, væl skipað og samanhangandi. Próvtakarin vísir, at hann hevur sera gott innlit í tilfarið og er væl við í samrøðuni. Próvtakarin dugir at bera fram sínar tulkingar av tilfarinum, og fáir ella ongir manglar eru í viðgerðini. Próvtakarin dugir væl at greiða frá teimum amboðum, ið eru nýtt í verkætlanini og megnar væl at grundgeva við teimum hugtøkum og tí ástøði, ið eru knýtt at lærugreinini. |
7 | Gott | Framløgan í samband við verkætlanina er væl skipað og samanhangandi. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið og er væl við í samrøðuni. Próvtakarin dugir at bera fram sínar tulkingar av tilfarinum, tó at onkrir manglar eru í viðgerðini. Próvtakarin dugir at greiða frá teimum amboðum, ið eru nýtt í verkætlanini og megnar at grundgeva við hugtøkum og ástøði, ið eru knýtt at lærugreinini. |
02 | Nøktandi | Framløgan í samband við verkætlanina er heldur ógreið og veik. Próvtakarin vísir, at hann hevur ávíst innlit í tilfarið, men tekur í minni mun lut í samrøðuni. Próvtakarin ber trilvandi fram sínar tulkingar av tilfarinum, og fleiri manglar eru í viðgerðini. Próvtakarin megnar í ávísan mun at greiða frá teimum amboðum og tí ástøði, ið eru nýtt í verkætlanini. |
Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.
Undirvísingin tekur altíð støðið í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.
Tað er umráðandi í undirvísingi, at førleikarnir á ástøðiligu økjunum verða sameintir við teimum skapandi, tøknifrøðiligu og framleiðslu førleikunum.
Í undirvísingargongdini verður framleiðslan av fotografium nýtt saman við fotografi ástøðinum og greiningini av fakliga innihaldinum í lærugreinini.
Umráðandi er, at kjarnaøkini verða samantvinna, t.d. kann ein leggja tekniska ástøði uppat fagurfrøðini og visuella samskiftinum í framleiðsluni. Soleiði kann kunnleikin verða royndur í verki.
Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru.
Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.
Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning, sum lærugreinin fotografi hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskum spurningum í sambandi við fotografi, og tá ið fotografi verður framleitt, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í fotografi skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku kjarnaøkjunum, ið lærugreinin byggir á. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum og samskiftisstøðum, tá ið um fotografi ræður.
Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.
Í fotografi skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, virkisvitjanir á viðkomandi arbeiðsplássum?, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.
Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska og kanna, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.
Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.
Lærugreinin fotografi er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum, málsøgu og samfelag.
Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi, frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.
Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.
Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.
Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum.
Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.
Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.