Føroyar. Føroyar (danskt: "Færøerne"; 62° norðurbreidd, 7° vesturlongd) eru oyggjaland í Norðuratlantshavi. Føroyar eru partur av Norðurlondum, staddar í Norðurevropa og eru limur í Ríkisfelagsskapinum. Føroya íbúgvar verða nevndir "føroyingar", og tungumál føroyinga er føroyskt. Føroyska flaggið verður nevnt Merkið og føroyska skjaldarmerkið ímyndar ein veðr á bláum skjøldri. Oyggjarnar hava egið løgting og egið flagg. Føroyar eru ikki limur í­­ ES, hóast Danmark er. Føroyar liggja í Norðuratlantshavi, 280 km norðan fyri Hetland, 430 km frá Íslandi og 575 km vestan fyri Noreg. Landið er fjallaland, 18 størri og smærri oyggjar, umleið 1400 km2 til samans. Norður og suður er landið 113 km, og eystur og vestur eru 75 km. Veðurlagið er óstøðugt. Hin 1. juli 2011 búðu 49.267 fólk í Føroyum. Umleið 19.300 búgva í høvuðsstaðarkommununi, Tórshavn, og uml. 4.700 fólk búgva í næststørsta býnum í Føroyum, sum er Klaksvík. Miðallívsævin í landinum er 80,11 ár. Fiskivinnan er tann týdningarmesta inntøkukeldan í Føroyum, og hon fevnir um 95 % av øllum útflutningi úr Føroyum. Søga. "Høvuðsgrein: Føroya søga" a> var fyrsti maður, ið setti búgv í Føroyum. Tá ið ístíðirnar vóru av um ár 12 000–10 000 f. Kr., komu Føroyar undan ísinum, men enn lógu tær óbygdar í nógv túsund ár. Sjálvt eisini eftir at fólk um 4 000 f.Kr. búsettust í Orknoyum og Hetlandi. Eftir at ísurin var horvin, kom gróðurin umsíðir, borin av havstreymum og vindi, og líðir og dalar vallaðust. Rannsóknir av jóansøkugrasfræi kundu bent á búseting í Føroyum longu um 2300 f. Kr., m. a. í Hoydølum. Jóansøkugras er planta, ið fylgir menniskjum og dýrum. Pytheas úr Massalia gjørdi umleið 310 f. Kr. rannsóknarferð út í Norðuratlantshavið. Hann kom til Bretlands, haðan sigldi hann í seks dagar norðureftir og síðani eystureftir og kom til land, ið hann nevndi "Thule". Semja er ikki um, hvat land hetta var, gitt hevur verið Orknoyar, Hetland, Føroyar og Noreg. Írski munkurin Dicuil skrivar í 825 bókina "Liber de mensura orbis terrae" (føroyskt: "Bók um mát jarðarkringsins"), har oyggjar, ið helst eru Føroyar, verða nevndar. At døma eftir fjarstøðu og landafrøðiligu lýsingini mugu hesar oyggjar vera Føroyar. Hann sigur, at norskir ránsmenn nú hava rikið einbúgvarnir burtur. Grímur Kamban er fyrsti landnámsmaður umleið 825. 998 taka føroyingar við kristnari trúgv, men tað er politiskt og átrúnaðarligt stríð millum Sigmundar Brestissonar og Tróndar í Gøtu. Tróndur í Gøtu stendur á odda fyri mótstøðuni móti trúarskiftinum. Føroyar verða nevndar sum biskupssetur í pávabrævi í 1133. Ormur, Føroya biskupur, er á kirkjufundi í Lund í 1139. Av tí at hann er hin 4. biskupurin, kann bispasetrið verða stovnað fyri 1100. 1035 tekur Leivur Øssursson Føroyar í len frá Noregs kongi og 1100 verða Føroyar biskupsdømi undir Nidaros erkabiskupsdømi. Erlendur bispur skrivar í 1298 Seyðabrævið í Kirkjubø, har Kirkjubømúrurin síðani verður byrjað bygdur í 1300, men ikki bygdur liðugur. Erlendur er biskupur í Føroyum 1269–1308. a> er elsta miðaldarrit sum vit eiga í Føroyum. Vatikanríkið fær pæturspengar/rómaskatt úr Føroyum fyri árini 1319–1326. Rómaskatt guldu húsbøndur við ávísari ogn. At rokna eftir hesi uppgerðini vóru tá í minsta lagi 270 sjálvstøðug hús við hesi áogn í Føroyum. 1380 fylgja Føroyar við Noregi undir danskan kong. Eftir trúbotina 1538 verður biskupstólurin niðurlagdur og Føroyar verða biskupsdømi undir Bergens biskupi. Kongur tekur 2/3 av kirkjugóðsinum. 1619 fylgir handilin við Føroyar úr Bergen til Keypmannahavnar. 1620 kemur Føroya kirkja undir Sælands biskup. Í Gablatíðini 1655–1709 fær Kristoffur Gabel Føroyar í len. 1662 fær hann, og seinni sonurin, eisini einkarrætt til Føroya handil. 1673 skrivar presturin Lucas Debes bókina "Færoæ et Færoa reserata". Eldur er í í Tinganesi, og flestu bygningar handlisins brenna í grund. 1688 verður Norsk Lóg galdandi í Føroyum. Stóra turkaránið er í Hvalba í 1629. Sjórænarar á tveimum skipum úr Algeria, ið tá var partur av turkiska Osmannaríkinum, drepa 6 fólk og taka fleiri enn 30 konur og børn við sær til trælamarknaðin í Norðurafrika. Annað skipið fer á land í Hvalba og gerst vrak. Helst høvdu hesi somu skip í 1627 rænt 250 fólk í Íslandi; 35 íslendingar vórðu seinni leyskeyptir úr trældómi. Men eingin føroyingur kom aftur. Seyðabrævið verður týtt til danskt í 1637. Nú hava danskir myndugleikar ikki longur skilt tað norrøna málið. Seyðabrævið var í gildi, til Hagalógin kom í 1886. Síðan 1709 er kongligur einahandil. Rybergs handil er 1768–1788 í Vágsbotni, Tórshavn. Føroyingar læra at salta sild, og klippfiskur verður útfluttur. Umsitingin av Føroyum verður 1776 løgd undir Sælands stiftsamt. 1781–1788 er føroyaferð Jens Christians Svabos, sum skrivar bókina "Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781–1782". a> og aðrir bygdu Royndina Fríðu. Nólsoyar Páll byggir Royndina Fríðu 1804. Eisini í 1804 verður latínskúlin stongdur (stovnaður 1547). 1809 gongur Nólsoyar Páll burtur við skipi sínum. Eftir Fríðin í Kiel 1814 fer Noreg frá Danmark og undir svenskan kong. Føroyar, Ísland og Grønland vera verðandi saman við Danmark. Løgtingið verður avtikið 1816 og Føroyar verða danskt amt. Ein avleiðing av kjakinum um undirvísingarmálið í fyribils skúlaskipanini verður, at V. U. Hammershaimb ger uppskot til føroyskt skriftmál í 1846, ið tekur støði í norrøna upprunanum. Við smærri broytingum er hetta tað skriftmál, vit nýta í dag. Giftingarbannið í “Trælalógini” frá 1777 verður tikið av. 28 føroyingar senda umbøn til stættartingið í Roskilde, um at fáa løgtingið endurreist sum ráðgevandi stovn. Brennivínsnýtslan er farin at vaksa. Avhaldsrørslan byrjar. Danska grundlógin frá 1849 verður sett í gildi í Føroyum 1850. Fyrsta val í Føroyum til danska ríkisdagin er 1851, og 1852 verður Løgtingið endurreist sum ráðgevandi amtsráð. Kongligi einahandilin verður avtikin hin 1. januar 1856. Føroyar hava nú fríhandil. 1861 verður realskúlin í Havn stovnaður og 1870 læraraskúlin. Almúguskúlar koma 1872. Konufólk sleppa tó ikki inn á skúlan fyrr enn í 1884. Hetta árið verður eisini kommunulóg fyri Føroyar sett í gildi, og sluppfiskiskapurin byrjar. “Dimmalætting” (danskt "Amtstidende for Færøerne") kemur út í 1878. Alt er skrivað á donskum. At fremja hesi endamál varð Føroyingafelag stovnað ein mánað seinni. Í 1890 fór Føroyingafelag undir blaðútgávu. “Føroyingatíðindi” var fyrsta blað, ið varð skrivað á føroyskum. Jóannes Patursson og Rasmus Effersøe stóðu á odda fyri nýggju føroysku tjóðskaparrørsluni. 1899 verður Føroya Fólkaháskúli settur á stovn. Mortensens handil keypir eisini í 1889 fyrsta føroyska dampskipið "Føring". Hann sigldi við fiski til Suðurevropa, og heim við aftur høvdu teir salt og aðrar vørur. Jákup Jakobsen doktari leggur fram sítt nýggja føroyska stavingarlag. Hetta byggir á framburðin (ljóðfrøðina) og ikki á upprunan (upprunafrøðina) sum stavingarlagið eftir Hammershaimb. Fyrstu politisku flokkar í Føroyum verða til 1906–1908: Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, ið fyrstu ferð fær meiriluti á tingi 1918. Løgtingsskipanin verður broytt 1923: Amtmaður og próstur eru ikki longur løgtingsmenn. Tingið velur sjálvt formann. 1928 fær Javnaðarflokkurin umboð á tingi. 1937 setir Løgtingið Føroya Studentaskúla á stovn. Grein 7 í fyriskipan frá 1912, um at undirvísingarmálið í skúlunum skuldi vera danskt, verður avtikin hin 13. desember 1938. Føroyskt varð kirkjumál hin 13. mars 1939. 1940–1945 eru Føroyar hersettar av Bretlandi. hin 25. apríl 1940 varð Merkið góðkent sum føroyskt flagg. Fólkaflokkurin, sum varð stovnaður 1939, fekk 6 mans á ting í 1940. Við fólkaatkvøðu um stjórnaruppskot ella loysing hin 14. september 1946 er meiriluti fyri loysing, men kongur sendir løgtingið heim, og løgtingsval gevur meiriluta fyri sambandi. Heimastýrislógin kemur í gildi 1948, og Tjóðveldisflokkurin stovnaður. Í 1957 verður Útvarp Føroya stovnað. Føroyar fáa 12 fjórðingafiskimark í 1964. Fróðskaparsetur Føroya verður sett á stovn í 1965. Føroyar fáa umboð í Norðurlandaráðnum í 1970, og í 1974 er løgtingssamtykt um, at Føroyar ikki gerast limur í E. E. C. Fyrsta føroyska frímerkjaútgávan Postverks Føroya er 1. apríl 1976. Árið fyri hevði danska postverkið útgivið frímerki við føroyskum teksti. Fyrst í 1990'unum valdaði kreppa í Føroyum. Kreppan, ið vardi frá 1989 til 1995, hevði við sær eina mikla fráflyting. Sagt verður, at umleið 10 % av samlaða fólkatalinum flutti av landinum, nógv av hesum til Danmarkar. Fólkið. a> hevur uppruna sín í gerandisbúnanum miðskeiðis í 19. øld. Føroyingar stava partvíst frá víkingum úr Noregi og partvíst frá trælkonum teirra úr Írlandi og Skotlandi. Norðbúgvar úr Noregi komu til Føroya at seta búgv. Í Føroyingasøgu stendur skrivað, at Grímur Kamban víkingur var fyrstur at búseta seg í Føroyum. Mett verður, at hetta var í ár umleið 825, hálvthundrað ár áðrenn Naddoddur víkingur á veg úr Noregi til Føroya rak av leið og kom sum fyrsti víkingur til Íslands. Hann støðaðist tó ikki har, men vendi aftur til Føroya. Tað var á døgum Haralds Hárfagra serliga, at sagt verður í Føroyingasøgu, at mikið fólk flýddi úr Noregi undan harðræði hansara og valdu at seta búgv í Føroyum, aðrir í Íslandi og øðrum óbygdum londum. Føroyingar eru sambært Føroyingasøgu, eru tí føroyingar ættaðir úr Noregi. Av fyrstan tíð hava føroyingar havt sama sið, mentan og mál sum aðrir norðbúgvar í til dømis Noregi og Íslandi, men síðan hevur málið broytt seg og nøkur ár hundrað seinni, kann føroyska málið sigast at vera sítt egið, tí tað hevur skilt seg so mikið frá hinum. Somuleiðis broytti mentan og siður seg við tíðini og nøkur ár hundrað seinni, høvdu føroyingar skilt seg frá norðmonnum og íslendingum, og kundu har við kallast føroyingar av røttum. Málið æt í landnámstíðini donsk tung og varð talað í Danmark, Noregi, Føroyum og Íslandi. Málið í Svøríki minti um, men var øðrvísi við eysturlendskum orðum og framburði. Orsakað henda uppruna, er føroyska málið nærskylt íslendskum og í minni mun summum bygdarmálum í Vesturnoregi. Í skrift er málið mest líkt íslendskum og eitt sindur nýnorskum. Eisini líkjast siðir íslendinga og norðmanna mest føroyinga siðum. Seyðarhøvd verður etið í Noregi og Íslandi til dømis. Í 2014 var 88,67% av fólkinum føtt í Føroyum, 7,3% – í Danmark, 0,5% – í Íslandi, 0,37% – í Noregi og 3,17% – aðrastaðni. Navnasiður. "Høvuðsgrein: Eftirnøvn í Føroyum" Vanligasta givna dreingjanavnið í 2014 var Benjamin, næstvanligasta Liam og triðvanligasta Rókur. Vanligasta givna gentunavnið í 2014 var Eva, næstvanligasta Emma og triðvanligasta Hanna. Nøvnini Benjamin, Eva og Hanna eru bíblisk nøvn, meðan Liam og Emma eru av forngermaniskum uppruna og Rókur er av fornnorrønum uppruna. Vanligasta eftirnavnið í Føroyum er Joensen, hóast talið hevur minkað síðan 2001. Joensen er donsk umskriving av føroyska eftirnavninum Jógvansson (eisini Jóansson). Hetta samsvarar við vanligasta mannfólkanavnið Jógvan. Vanligasta konufólkanavnið í 2014 var Anna. Mál. "Høvuðsgrein: Mál í Føroyum" Móðurmál Føroya fólks er føroyskt, ið er sprottið úr forna norrøna málinum. Føroyskt líkist mest íslendskum og nøkrum norskum bygdamálum. Eisini hevur danska málið ligið tætt upp at føroyska málinum ígjøgnum øldirnar og havt ávirkan. Tað, at Føroyar liggja so langt burtur frá umheiminum, hevur hjálpt føroyska málinum at vera verandi eitt sera sermerkt tungumál. Í barnaskúlanum er undirvísing í málunum føroyskum, donskum og enskum kravd. Føroyingar flestir skilja hini norðurlandamálini, bæði skrivliga og munnliga. Í sambandi við fólkateljingina Manntals, sum varð gjørd 11. nov. í 2011, varð m.a. spurt um, hvat móðurmál fólk høvdu. Í Føroyum eru næstan 3 000 fólk (9 %), sum hava annað móðurmál enn tað føroyska; úrslitið vísir, at tilsamans eru 2 985 fólk í Føroyum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt. Av teimum hevur stívliga helvtin, ella 1 546 danskt sum móðurmál (3 %) og restin, 1 439 fólk, hava uppaftur onnur móðurmál. Føroyskt er sjálvsagt ovast á listanum og danskt er framvegis nummar tvey. 45 361 fólk í Føroyum høvdu føroyskt sum móðurmál tann dagin kanningin varð gjørd, meðan 1 546 høvdu danskt. Á 3. plássi var íslendskt við 201, á 4. plássi enskt við 190, og so á 5. plássi kom filipinskt við 103. 99 tosaðu norskt og 86 teilendskt. Átrúnaður. "Høvuðsgrein: Átrúnaður í Føroyum" Átrúnaðurin hevur ein stóran leiklut í føroysku mentanini. Umleið 82,8 prosent av fólkinum hoyrir til ta evangelisku-luthersku fólkakirkjuna, og næststørsti bólkurin, sum verður mettur at vera 10 prosent, hoyrir til brøðrasamkomuna. Av tí at brøðrasamkoman ikki skrásetur limir, eru eingi nágreinilig hagtøl yvir, hvussu nógv hoyra til brøðrasamkomuna. Restin eru smærri trúarbólkar, sum flestir eru kristnir. Sambært fólkateljingini tann 1. nov í 2011 eru yvir 95 prosent av øllum føroyingum kristnir (allir kristnir samkomubólkar eru taldir saman). Næststørsti bólkur eru tey, sum ikki hava eina trúgv – gudloysingar. Sambært kanningini hava 1 397 fólk yvir 15 ár í Føroyum onga trúgv. Tey valdu at svara ”onga trúgv”, sum var ein av svarmøguleikunum. Um fólk uttan trúgv ikki verða tald við, tá ið talan er um trúgv, so er buddisma næststørsta sjálvstøðuga trúgv (66 fólk yvir 15 ár). Eftir hagtølunum eru nógv flestar kvinnur, og tær allar eru undir 70 ár. Tá er bólkurin ”fleiri enn eina trúgv” heldur ikki taldur við. Hann umboðar 85 fólk. Islam er triðstørsti bólkur við 23 fólkum. Á næstu plássunum eru bahá'í trúgvin (13), jødadómur (12), hinduisma (7) og sikhisma (3). Verður hugt eftir sambandinum millum føðiland og trúgv, so er eisini týðiligt, at eisini tey, sum eru fødd uttanlands, men flutt til Føroya, svara at teirra trúgv er kristindómur. Av teimum, sum eru fødd í Afrika, Ásia ella Miðeystri svara 70 prosent, at teirra trúgv er kristindómur og 17 prosent svaraðu buddisma. Prosentparturin av teimum, sum svaraðu kristindóm, sæst ein lítil munir, um hugt verður eftir aldursbólkunum. Gott 91 % av teimum millum 15 og 29 ár svaraðu kristindóm, sum teirra trúgv, men hjá føroyingum yvir 70 ár svaraðu næstan 99 %, at teirra trúgv var kristindómur. Hinvegin sæst umvenda gongdin hjá teimum, sum svaraðu onga trúgv. Har minkar parturin, sum svarar onga trúgv við aldrinum. Fólkatættleiki. a>nna uml. 60 fólk fyri hvønn km². Fólkatættleikin í Føroyum er í miðal uml. 35 fólk fyri hvønn km2 í 2014. Tað vil siga, at um alt slag av lendi verður tikið við, so hevur hvørt fólk so nógv pláss í part, sum svarar til uml. 4 fótbóltsvøllir. Men tað er misjavnt, hvussu nógv pláss er í part kring landið. Á fleiri av útoyggjunum er bara millum 1 og 2 fólk fyri hvønn km2. Hinvegin, so býr meira enn ein triðingur av øllum fólkinum í tí størsta býnum, sum er Tórshavn, íroknað Hoyvík og Argir. Í Suðuroy er fólkatættleikin uml. 28 fólk fyri hvønn km2, og í Eysturoynna uml. 38 fólk fyri hvønn km2. Gongdin í íbúgvatalinum í Føroyum er eins og í øðrum londum tann, at fólk flyta til tey stóru plássini, og at smáplássini í flestum førum minka. Sæð undir einum eru Føroyar eitt stálbygt land; tað vil siga, at miðaltalið av fólki fyri hvønn km2 er lágt. Men kortini býr meginparturin av fólkinum tætt saman í býum og bygdum. Føroyingar í Danmark. Sambært hagtølunum, búgva í alt 22 549 føroyingar, býttir yvir 3 ættarlið, í Danmark. Í 1. ættarliðunum er býtið millum kynini ógvuliga ójavnt, av 7 737 fólkum er ein meiriluti á 1 799 konufólk. Samanlagt eru 9 741 av teimum 22 549 fødd í Føroyum. Sum skilst av skilmarkingini av einum føroyingi í innganginum, eru øll 7 737 fólkini í 1. ættarliði fødd í Føroyum, hetta svarar til 79 % av teimum 9 741. Tey írestandi 2 004 eru tískil býtt á 2. og 3. ættarlið. Teir 22 549 føroyingarnir, sum búgva í Danmark, svara til nærum helvtina (46,75 %) av samlaða fólkatalinum í Føroyum, sum 1. januar 2006 var 48 219. Føroysku útisetarnir eru tó einans 0,415 % av samlaða danska fólkinum, sum um sama mundið var 5 427 459. Øll trý ættarliðini hava tó til felags, at aldursbólkarnir 25-39 ár og 7-16 eru størstir. Hetta er felags fyri bæði kyn. Eisini hava øll trý ættarlið til felags, at størsti parturin av hesum eru búsitandi í Keypmannahavnarøkinum, Norðurjútlandi, Ribe kommuni og Århus kommunu. Minst av føroyingum búgva í Bornholms Regiónskommunu. Politikkur. "Høvuðsgrein: Føroyskur politikkur" a> og til løgtingið varð avtikið í einaveldistíðini í 1816. Føroyingar hava heimastýri, men eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og danska stjórnin hevur ein umboðsmann, ríkisumboðsmaðurin í Føroyum, búgvandi her á landi. Síðani 1948 hava Føroyar verið ein sjálvstýrandi partur í danska kongaríkinum. Sambært heimastýrislógini verða nøkur málsøki umsitin av donskum myndugleikum. Løgreglan og dómsvaldið í Føroyum eru eisini donsk. Landið hevur egið lóggávuting, Løgtingið, og egið flagg. Politiskt eru Føroyar skipaðar við løgtingi, ið hevur lóggevandi valdið um hendi, og landsstýri, ið hevur útinnandi valdið um hendi. Føroya Løgting verður valt av fólkinum, valrættaraldurin er 18 ár. Eftir løtingsval verður nýggj stjórn sett saman av flokkum ið undir samráðingum gerast samdir um hvør politikkur ið skal førast næstu fýra árini. Hesir flokkar skulu helst hava meirilutan í løgtinginum, tað er ikki vanligt í Føroyum at hava minnilutasamgongur. Tá ið nýggj samgonga er skipað, hava stjórnarflokkarnir valt løgmann og landsstýrisfólkini úr teirra flokkum. Landsstýrisfólkini kunnu saman við løgmanni vera í minsta lagi tríggir og hava onkuntíð verið upp til nýggju við løgmanni. Løgmaður er hægsti føroyski embætismaður, og hann er formaður fyri Føroya Landsstýri, sum er hægsta føroyska ráð. Til danska fólkatingið velja føroyingar tveir limir. Valrættaraldurin til løgtingið og fólkatingið er 18 ár. Til øll politisk val í Føroyum hava kvinnur valrætt, og kvinnur kunnu eins og menn veljast til øll álitsstørv. Oyggjarnar eru skipaðar í seks sýslur, tó hava sýslurnar ikki longur sama týdning sum fyrr. Sýslurnar verða nevndar í fleiri lógum, t. d. í grindalógini. Sýslurnar eru: Streymoyar sýsla, Sandoyar sýsla, Suðuroyar sýsla, Norðoya sýsla, Eysturoya sýsla og Vága sýsla. Tað er serliga innan løgregluna, at tosað var um sýslurnar, har ið hvør sýsla hevði sín sýslumann. Løgreglan, ið er donsk, valdi at gera bygnaðarbroytingar og umskipa sýslumannaembætið nøkur ár eftir, at Føroyar varð bundið meira saman við fyrst Vágatunlinum og síðan Norðoyatunlinum. Tað varð vorði lættari at ferðast millum hesi øki í landinum, og hildi var, at tí var ikki neyðugt longur at hava seks sýslumenn. Bygnaðarbroytingarnar komu í gildi frá 1. apríl 2010 og størsta broytingin var, at Føroyar vóru skipaðar í trý politiøki: Norðurøki, Miðøki og Suðurøki við hvør sínum økisleiðara og varaleiðara. Meiningin var fyrst at avtaka sýslumansembætið, men av tí at fleiri føroyskar lógir nevna uppgávur hjá sýslumanninum, kundi løgreglan ikki bara avtaka hetta embætið. Nú eru 5 sýslumenn settir at røkja sýslumansuppgávurnar í teimum trimum politiøkjunum, sum hava 6 sýslur. Norðurøki er Norðoyggjar og Eysturoy. Miðøki er Streymoy, Sandoy og Vágar og smærru oyggjarnar. Suðurøki er Suðuroy og Lítla Dímun. Í mars 2014 samtykti løgtingið, at eldraøkið skuldi leggjast út til kommunurnar at umsita. Løgtingið samtykti í apríl 2014 Løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum, Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v. m., og Løgtingslóg um ávís starvsfólkaviðurskifti, tá heimatænastan, eldrarøktin v. m. Tað var Annika Olsen, táverandi landsstýriskvinna í almannamálum, ið tók stig til tað. Ætlan hennara var fyrst, at kommunusamanlegging skuldi fremjast fyrst, soleiðis at tað bert fóru at vera fáar kommunur í Føroyum. Men tað fekst ikki meiriluti fyri kommunusamanlegging, og á fólkaatkvøðu søgdur føroyingar nei til kommunusamanlegging. Eldrøkið varð lagt út til kommunurnar frá 1. januar 2015. Økini eru ikki sýslurnar men nýggj øki. Føroyar er skipað í 30 kommunur, og fyri hvørja kommunu stendur eitt kommunustýri, sum verður valt av fólkinum. Kommunur taka sær av lokalum málum, tó at býtið millum land og kommunur ikki altíð er so greitt. Viðvíkjandi grundlóg og ríkisrættarligum viðurskiftum eru viðurskiftini í Føroyum ógreið. Danska grundlógin er ongantíð sett í gildi við fólkaatkvøðu ella samtykt í Løgtinginum. Men hon verður útinnt av dómsvaldinum og øðrum myndugleikum. Tó er heimastýrislógin uttan iva partur av stjórnarlógargrundarlagnum í Føroyum. Føroyar eru ikki limur í ES, og allur handil við onnur lond er skipaður við serligum handilsavtalum. Eftir valið 2008 skipaðu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin stjórn við 17 tinglimum. Hetta var ein lítil meiriluti, sum kom at merkja samstarvið ímillum flokkarnar. Henda samgongan skipaði seg við Jóannes Eidesgaard sum løgmann. Í samgonguni var tó ikki langt lív lagað, tí longu í septembur 2008 segði løgmaður samstarvið við Tjóðveldi upp. Orsøkin til uppsøgnina av samstarvinum snýði millum annað seg um ósemju um undirsjóvartunnil til Sandoyar, ósemju um skerjing av fiskidøgum umframt ósemju um, hvat ráð skuldi hava eina skrivstovu úti í Tinganesi. Eftir at samstarvið við Tjóðveldi varð sagt upp, fór Jóannes Eidesgaard undir samráðingar við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Teir skipaðu samgongu í septembur 2008. Samgongan skipaði seg við Kaj Leo Johannesen sum løgmann. Henda samgongan var ein sonevnd meirilutasamgonga, hon hevði 20 av 33 tinglimum aftanfyri seg. Høvuðsyvirskriftin fyri ta samgonguna var: Sjálvbjargni, altjóðagerð og samhaldsfesti. Sjey politiskir flokkar vóru valdir í løgtingi á valinum í 2011. Kaj Leo Johannesen helt fram sum løgmaður. Evropasamveldið. a>, eru Føroyar ikki fevndar av danska ES-limaskapinum. Føroyar hava heimastýri í Ríkisfelagsskapinum. Hóast Danmark er limur í Evropasamveldinum, eru Føroyar ikki fevndar av danska ES-limaskapinum. Tó eru føroyingar danskir ríkisborgarar og kunnu tí í ávísum førum, sum eru heft at bústaði, fáa tey rættindi, sum danski ES-sáttmálin fevnir um, til dømis rætt at búseta seg og arbeiða í einum ES-landi. Sum føroyingur kanst tú velja annaðhvørt føroyskt pass ella danskt ES-pass. Í veruleikanum hevur valið av passi onga ávirkan á, hvørji rættindi ein føroyingur fær, tá ið hann fer til eitt ES-land. Tað, sum er avgerandi, er bústaðurin. Hetta merkir, at ein føroyingur búsitandi í Føroyum hevur ikki rætt at búseta seg og arbeiða í einum ES-landi sambært felagsmarknaðarrættinum. Hinvegin fær ein føroyingur, sum er danskur ríkisborgari, somu rættindi sum ein ES-borgari, er hann búsitandi í Danmark – uttan mun til um viðkomandi hevur føroyskt-danskt pass ella danskt ES-pass. Samkynd. Í rættarskipanini verður munur gjørdur á samkyndum og hinkyndum. Eitt nú hava samkynd ikki loyvi at skráseta sítt parlag, og samkynd sleppa ikki at ættleiða. Var uppskot lagt fyri tingi í 2011, um at loyva samkyndum at skráseta seg í parlag, hevði tað ikki verði samtykt. Samkyndir menn kunnu eisini framvegis ikki lata blóð í Føroyum. Føroyar eru eisini einasta Norðurland, sum ikki viðurkennir samkyndar familjur. Øll grannalond Føroya loyva samkyndum at skráseta seg í parlagi. Í t. d. Noregi, Svøríki, Danmark, Íslandi, Bretlandi og Hollandi kunnu samkynt eisini ættleiða. At vera samkyndur hevur verið loyvt í Føroyum síðan 1933 tá tað varið gjørt lógligt í Danmark. Samstundis varð aldursmark fyri samkynda samlegu sett til 18 ár. Síðan varð tað í 1988 gjørt kynleyst og har við set til 15 ár. Harðskapur orsakað av kynshugi offursins verður bólkaður sum hatursbrotsverk, og fer at hava við sær herda revsing. Hetta er vegna tess, at grein 266b í revsilógini eisini fatar um samkynd. Skúlaskapur. Frálæra fæst í fólkaskúlanum ella á frískúla. Í 1979 fekk Landsstýrið um hendi at umsita øll føroysk undirvísingarmál, og løgtingslóg um fólkaskúlan kom í gildi 1. august 1979. Lógin sigur m. a., at øll børn í undirvísingarskyldugum eiga ókeypis frálæru í fólkaskúlanum. Fólkaskúlin. Fólkaskúlin er almenni skúlin hjá børnum í skúlaaldri í Føroyum. Fólkaskúlin er sjey ára grundskúli og tvey ára framhaldsskúli og kann halda fram við einum 10. flokki. Fólkaskúlalógir verða viðtiknar á Føroya Løgtingi. Landsstýrið er hægsti myndugleiki í skúlaskipinum í Føroyum og fremur henda myndugleika gjøgnum Landsskúlaráðið, sum hevur Landsskúlafyrisitingina at sita fyri skúlaskapinum. Landsskúlaráðið ásetur reglur um endamálið við frálæruni í einstøku lærugreinunum og sendir út leiðbeinandi lesi- og tímaætlarnir. Skúlanevndirnar gera uppskot til skúla- og undirvísingarætlan, sum Landsskúlaráðið skal góðkenna. Frískúlar og háskúlar. Í frískúlum/privatskúlum fæst frálæra, á sama hátt sum í fólkaskúlanum. Summir frískúlar hava serstakt grundsjónarmið, til dømis átrúðarligt ella politiskt. Hugsanin um privatskúla kom frá fólkum sum til dømis Nicolaj Frederik Severin Grundtvig og Christen Kold. Úr hesi skúlahugsan er Føroya Fólkaháskúli sprottin, hann stovnaðu Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen. Adventistaskúlin í Havn er eisini frískúli, og Skt. Frans skúli var privatskúli til 1985, tá ið Tórshavnar kommuna tók við skúlanum. Í 2013 eru tríggir frískúlar í Føroyum, tveir í Tórshavnar kommunu og ein í Skálabotni í Eysturoynni. Skúlarnir í Havn eru Frískúlin við Hoyvíkstjørn (Adventistaskúlin) og Frískúlin í Havn, sum í 2007 varð settur á stovn á Velbastað, har barnagarður fyrr hevði verið. Tað vóru Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard, ið tóku stig til frískúlan. Í 2013 starvaðust 10 lærarar á Frískúlanum í Havn. Frískúlin við Hoyvíkstjørn varð settur á stovn í 1966. Tað var Adventistasamkoman ið setti skúlan á stovn og sum rekur hann enn í dag. 1. august 2003 varð Frískúlin við Hoyvíkstjørn broyttur til sjálvsognarstovn og frískúla sambært løgtingslóg nr. 46 frá 26. mars 2002 við egnum viðtøkum. Frískúlin Keldan í Skálabotni varð settur á stovn í 2010, ein av stigtakarunum var Jastrid Høj. Fyrsta árið var ein forskúlaflokkur og ein 1. flokkur. Hægri útbúgving. Studentar ella HF-næmingar fara ofta á Fróðskaparsetrið ella annan hægri lærustovn at lesa meiri. Lesturin varir vanliga 3-7 ár og endar við próvtøku. Mentan. "Høvuðsgrein: Føroysk mentan" Føroysk mentan hevur sín uppruna í norrønari mentan. Málið er runnið úr fornnorrønum eins og í grannalondunum. Í stórum eru føroyingar kristnir hóast ymsar áskoðanir eru um júst, hvussu stórur partur av fólkinum er kristin. Við aldagomlu kvøðingini hava føroyingar siðvenju fyri kvøðing og sangi. M. a. orsakað av vantandi viðarvøkstri var ikki vanligt at nýta ljóðføri í Føroyum, og føroyingar hava dansað og kvøðið í staðin. Í 20. øld betraðist millumlanda vøruflutningurin, og føroyingar fóru tá at nýta innflutt ljóðføri, sum nú verða nógv nýtt. Á sama hátt tók myndlistin dik á seg í 20. øld, og er síðani nógv ment. Landafrøði. "Høvuðsgrein: Føroysk landafrøði" a> er einasta oyggj í Føroyum, har ongi fólk búgva. a> er hægsta fjall í Føroyum. a>, ið er heilar 10 kilometrar langur. Føroyar liggja í Atlantshavi nøkurlunda miðskeiðis ímillum Norra, Skotland og Ísland. Mitt í Golfstreyminum í Norðuratlantshavi á 62 stigum norður. Her í Atlantshavi renna saman heitir og kaldir luftstreymar, og veðurlagið er skiftandi sól, regn og mjørki. Um summrini eru Føroyar rímiliga kaldar, við miðalhitanum 11 °C (52 °F). Miðalhitin í okkara kaldasta mánaði er 3 °C (37 °F). Sjálvt um tær liggja á 62° norður, so heldur Golfstreymurin veðurlagið flótt, so vit hava mildar vetrar. Veðurlagið er rímiliga vátt, við nógvum regni og toka, og onkuntíð stórum stormum eisini. Oyggjarnar eru 1 399 km2 til víddar. Fólk býr á 17 av teimum 18 oyggjunum. Oyggin, sum einki fólk býr á, Lítla Dímun, er rættiliga lítil (0,82 km2), og er umringað av brøttum, høgum bjørgum, so hon er ring at sleppa til. Einans seyður og fuglur býr á oynni. Úr suðri í norður er frástøðan 113 km, og úr eystri í vestur er hon 75 km. Strandalinjan er 1 289 km. Ongastaðni í landinum ert tú meira enn 5 km frá havinum. Tórshavn, sum er høvuðsstaður við umleið 20 000 íbúgvum, liggur sunnarlaga í Streymoynni. Slættaratindur er hægsta fjall í Føroyum (882 m høgur) og er á norðara enda av Eysturoy. Norðanfyri er næsthægsta fjall í Føroyum, Gráfelli. Í miðal eru fjøllini í Føroyum umleið 300 m høg. 10 fjøll eru í Føroyum, hægri enn 800 m. 18 oyggjar eru í Føroyum. 17 eru bygdar og 1 óbygd, Lítla Dímun. Umframt oyggjarnar eru mangir hólmar, stakkar, drangar og sker. Tilsamans 779 av teimum. Heilt neyvt er víddin av øllum Føroyakortinum, við skerum, 1 395,74 km2. Umveldismark: 12 fjórðingar. Størst er Streymoyggin, 373 km2, og minst er Lítla Dímun, 0,82 km2. Oyggjarnar eru úr basalti, gosgróti, ið síðan fornu eldgosini er grivið burtur av jøklum í seinastu ístíð. Hesir jøklarnir eru nú firðir, sund og dalar, og orsøk til, at Føroyar eru tað oyggjasamfelagið, sum vit kenna í dag. Av tí, at Føroyar eru skaptar soleiðis, at ísurin lættliga kundi renna burtur, rennur vatn eisini lættliga burtur. Sum oftast er hetta ikki ein trupulleiki, tí nógv regn er í Føroyum. Men tað kemur fyri, at einki regn er í fleiri mánaðir. Føroyar hava oyggjaveðurlag við ógvuliga skiftandi veðri. Bert stutt løta kann vera millum sólskin og regn, logn og storm. Sólskin, regn og mjørki hvørt um annað. Í Føroyum mást tú altið laga teg eftir veðrinum. Sjógvurin frystir ongantíð. Miðalhitin um veturin er umleið 3 °C (37 °F) og um summarið umleið 11 °C (51 °F). Veturin er lýggjur; ofta við regni, vindi og við hvørt nakað av kava og kulda, sum ikki liggur serliga leingi. Summarið er ljóst – á hásumri nærum alt samdøgrið. Hitin liggur ofta um 10-12 °C (50-53 °F), men onkrar dagar krýpur hann upp í 20 °C (68 °F). Hóast landið er lítið, er ikki altíð sama veður allastaðni í landinum. Oyggjarnar úr landnorðingi eru: Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy, Kalsoy, Eysturoy, Streymoy, Nólsoy, Vágar, Mykines, Koltur, Hestur, Sandoy, Skúvoy, Stóra Dímun, Lítla Dímun og Suðuroy. Fiskivinnan er týdningarmesta inntøkukeldan í Føroyum. a>. Víkingar høvdu seyðin við sær hagar í 9. og 10. øld. a> taldi fiskaútflutningurin 82% av øllum útflutningi av bæði vørum og tænastum samanlagt. a> og fiskaúrdráttir eru 97 prosent av útflutningsvirðinum hjá føroyingum. Búskapur. "Høvuðsgrein: Føroyskur búskapur" Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) hjá Føroyum í 2006 var 11 878 milliónir krónur. Skift á fólkatalið var bruttotjóðarúrtøkan umleið 250 000 krónur í 2006. Arbeiði. Í Føroyum er ein størri partur av fólkinum arbeiðsvirkin enn í øðrum londum. 93 % av mannfólkinum og 83 % av konufólkinum eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. Men ein stórur partur arbeiðir tó ikki fulla tíð. Av mannfólkunum arbeiða 81 % vanliga fulla tíð, meðan tað bert eru 45 % av konufólkunum, ið arbeiða fulla tíð. Heili 83 % av føroysku kvinnunum eru virknar á arbeiðsmarknaðinum. Samanbera vit við Vesturevropa undir einum, so er talið har bara 66 % av kvinnunum. Í Norðurlondum er tað Finnland, sum hevur lægstu luttøkuna av kvinnum á arbeiðsmarknaðinum við 73 %. Størsti parturin av teimum arbeiðsvirknu eru løntakarar. Í november 2005 vóru 85 % av teimum arbeiðsvirknu løntakarar, 11 % vóru sjálvstøðug, og 5 % vóru ólønt. Í 1990 vóru 76 % av mannfólkunum løntakarar og 68 % av konufólkunum. Í 2005 vóru tølini 73 % av mannfólkunum og 74 % av konufólkunum. Ein størri partur av konufólkunum er sostatt komin út á arbeiðsmarknaðin. At løntakaraparturin millum mannfólk er minkaður, kemst helst av at alt fleiri arbeiða sum sjálvstøðugt vinnurekandi. Arbeiðsloysi. Áðrenn kreppuna í 1990'unum var lítil og eingin skráseting av arbeiðsloysi í Føroyum. Tá Arbeiðsloysistryggingin varð sett á stovn, bar til at fáa hagtøl um gongdina í arbeiðsloysinum. Í 1995 var miðalarbeiðsloysið uml. 13 %, men minkaði síðan ár undan ári fram til 2002, tá tað var komið niður á 2,3 % av arbeiðsfjøldini. Síðani tá er tað komið nakað upp aftur, og í mars 2014 var tað gjørt upp til 4,3 %, ið enn er lágt sammett við onnur lond. Tað er 0,3 prosentstig minni enn fyri einum ári síðani, tá ið tað var 4,7 %. Hettar síðsta árið er arbeiðsloysið annars minkað 123 fulltíðar arbeiðsleys. Fleiri kvinnur hava verið arbeiðsleysar enn menn og í miðal hava 133 fleiri kvinnur verið arbeiðsleysar, enn tað eru menn, men tilsamans eru nú 1158 fólk arbeiðsleys. Annars vísir uppgerðin, at arbeiðsloysið er nógv størst í Sandoy, har tað er heili 8,4 %. Minst er arbeiðsloysið í Eysturoy, har tað er 3,5 %. Annars liggur arbeiðsloysið javnt ímillum 4,5 % í Norðoyggjum til 5,6 % í Suðuroy. Tey flestu arbeiðsleysu eru ímillum 55 og 66 ár, har arbeiðsloysið er 5,9 %, minst er arbeiðsloysið hjá teimum í góðum árum, frá 35 til 54 ár. Fiskiskapur. Føroysk skip fiskaðu í 2004 samanlagt 580 túsund tons á øllum havleiðum og umleið helvtin varð fiskað á føroyskum sjóøki. Hetta er meira enn tvífalt tað, sum fiskað var fyrst í 1990'unum. Nógv tann størsti parturin var tað vit kalla uppisjóvarfiskur, sum fiskað vórðu omanfyri 400 túsund tons av. Um 150 túsund tons vóru botnfiskasløg. Besta fiskiárið var 2003, tá fiskað vórðu 617 túsund tons, og tá vóru 420 tons av uppisjóvarfiski og 160 tons av botnfiskasløgum. Fiskur er mest týðandi útflutningsvøran. Av vøruútflutninginum hava fiskavørur seinastu árini talt umleið 95 % av øllum útflutninginum. Sjálvt tá tænastuútflutningurin verður taldur uppí, telir fiskaútflutningurin nógv størsta partin – í 2004 taldi fiskaútflutningurin 82 % av øllum útflutningi av bæði vørum og tænastum samanlagt. Útflutningurin av fiskavørum í 2005 var slakar 3,4 miljardir krónur. Av virðisøkingini í landinum taldi fiskiskapur 16 % í miðal árini 1998–2003. Fiskiskapur telist eisini millum tær vinnur, har mesta arbeiðsvirksemi er. Løntakarateljingin vísir, at í 2005 vóru tað um 2 400 fólk, ella 10 % av løntakarunum, sum høvdu høvuðsinntøkuna úr fiskiskapi. Bæði talið og prosentparturin eru minni enn í 1990, tá tey vóru 2 900 og taldu góð 12 % av løntakarunum. Haraftrat eru fleiri sjálvstøðug vinnurekandi í fiskiskapi, sum útróðramenn og reiðarar, men øll starvandi í fiskiskapi telja somuleiðis 10 % av arbeiðsvirknum borgarum. Føroyar vóru í 2003 á 25. plássi, tá talan er um størstu fiskiveiðitjóðir í heiminum, meðan Noreg var á 8. plássi, Ísland var á 11. plássi og Danmark á 18. plássi. Størstu fiskiveiðitjóðirnar eru Kina, Peru og Indonesia. Kina einsamalt fiskaði í 2003 næstan 10 miljardir tons, sum er 15 % av øllum heimsins fiskiskapi upp á 67 miljardir tons, næst teimum Peru, sum fiskaði 9 % og síðani Indonesia 5 %. Uttanlandshandil. a> og hevur eisini verið tað í meira enn 100 ár. Í virði telur fiskaútflutningurin eini 90-98% av øllum vøruútflutninginum. Í hagtølum kalla vit innflutning og útflutning av vørum fyri uttanlandshandil. Handil er eisini við tænastum um landamark, men tænastuhandilin verður uppgjørdur í gjaldsjavnanum og vanliga ikki í hagtølum um uttanlandshandil. Fiskur og fiskaúrdráttir eru 97 % av útflutningsvirðinum hjá føroyingum. Sambært hagtølum er ferðavinnan næststørsta vinnan, og eftir henni kemur útflutningur av ullvørum og øðrum tilvirkaðum vørum. Innflutningurin umfatar allar tær vørur, sum okkum tørvar, meðan útflutningurin umfatar tær vørur, sum vit eru dugnalig til at framleiða. Innflutningurin er í so máta endamálið við uttanlandshandlinum, meðan útflutningurin er tað, vit lata afturfyri, fyri at fáa ráð til innflutning. Í einum so lítlum landi sum Føroyum, er tørvurin á innflutningi stórur, tí vit hava ikki støddina og orkuna at framleiða tað breiða vøruúrval, sum okkum tørvar til at skapa neyðuga trivnaðin í tilveruni. So at siga allar vørur, sum okkum nýtist til at seta búgv við og til dagliga nýtslu hjá húsarhaldinum, koma úr útlondum. Somuleiðis koma flestallar vørur til vinnuligt virksemi úr útlondum, tí vit hava so at siga bara fiskin, eitt lítið sindur av landbúnaðarvørum og nakað av orkukeldum til egna nýtslu. Restin av vørunum koma uttaneftir. At vit kunnu hava so høgt livistøði í Føroyum, við einum vøruúrvali átøkt tí í ríku grannalondunum, ber bara til, tí at vit afturímóti eru før fyri at útflyta fyri stór virði av fiskavørum. Samfelagsbúskaparliga ber til at siga, at fyri alt hetta stóra vøruframboðið er goldið við fiski. Føroyar hava spesialiserað seg til at framleiða fiskavørur, sum onnur lond vilja gjalda so nógv fyri, at vit afturímóti kunnu innflyta vørur, sum hóska til okkara høga livistøði. Handilsjavnin er úrslitið av endaliga roknskapinum, uttanlandshandlinum viðvíkjandi. Tá árið er runnið, verður handilsjavnin gjørdur upp sum munurin millum inntøkurnar frá útflutningi av vørum og útreiðslunum av innflutningi av vørum. Síðani 1988 hava verið 5 ár við halli á handilsjavnanum, 11 ár við avlopi og 3 ár, har handilin so at siga hevur javnviga. Ofta – hóast ikki altíð – er tað so, at tá framgongd er í búskapinum, verður hall á handilsjavnanum, tí innflutningurin til íløgur og nýtslu veksur, meðan tað hinvegin ofta er avlop av handilinum í vánaligum tíðum, tí at keypsorkan er lág og íløguhugurin minni. Minkar útflutningurin av serligum ávum sum fiskaloysi, prísfalli ella tí fiskaalingin fer fyri bakka, kann tað sjálvsagt eisini elva til hall av uttanlandshandlinum. Ferðavinnan. Seta við tølini saman fyri bæði loft- og sjóleiðirnar, so kann samlaða talið av útlendskum ferðafólkum til Føroyar roknast at vera 38 560 í 2008. Afturat teimum 38 560 ferðafólkunum koma tey, ið komu til Føroyar við ferðamannaskipi. Hesi vóru, við manning, 33 000. Samanlagda ferðafólkatalið av útlendingum í Føroyum kann sostatt sigast at vera 71 560. Visit Faroe Islands metti í 2005, at 45 000 ferðafólk vitjaðu Føroyar. Talið var mett at standa í stað í 2006. Ferðafólk komin loftvegis. Ferðafólkaflutningurin loftvegis til Føroyar er tann ferðabólkurin, ið hevur økt mest um ferðafólkatalið. Seinastu tíggju árini er ferðafólkatalið tvífaldað til uml. 230 000. Her er talan um komur og fráferðir. Metingar hjá Visit Faroe Islands meta, at 79 % av ferðafólkunum hjá Atlantic Airways eru føroyingar. Í 2008 komu 111 033 ferðafólk til Føroyar. Av teimum vóru 21 % útlendingar, um vit fylgja metingum hjá Visit Faroe Islands, svarandi til 23 316 útlendingar (í 2006 – 21 690). Ferðafólk komin sjóvegis. a> er størsta ferðamannaskip í Føroyum. Pláss er til 1.482 ferðafólk og 800 bilar. Norröna tekur 3.250 tons. Norröna, ið er einasta ferðamannaskip við regluligum túrum til Føroyar, flutti í 2006 31 533 ferðafólk til Føroyar. Av teimum vóru 46,5 % føroyingar. Hini 53,5 % komu í høvuðsheitum úr Skandinavia (33,8 %) og Norðurevropa (13,4 %) og vóru 16 870 av samlaða ferðafólkatalinum. Ferðamannaskip. Talið av ferðamannaskipum, ið koma inn á Tórshavn, tykist at vera í støðugum vøkstri. Nevnast kann, at í 1999 var talið av ferðafólkum, sum komu við ferðamannaskipum, stívliga 7000, uttan manning. Longu í 2006 var hetta talið nærum fýrafalda, tá talið av ferðandi var 25.000, uttan manning. Verður manningin tald við, vóru umleið 33.000 ferðafólk í hesum bólki í 2006. Ein kanning, sum var gjørd í 2006 av einum bólki, settur av Tórshavnar kommuna vísti, at ferðafólkini brúka í miðal bert 100 kr. hvør. Brúkar hvørt av ferðafólkunum 100 kr. í miðal, tá eru útferðir ikki íroknaðar, kann inntøkan roknast at vera 2,5 mió. kr. Um manningin verður tald við, er inntøkan 3,3 mió. kr. Tá samlaða BTÚ fyri Føroyar var 11.738 mió. kr í 2006, var nýtslan hjá hesum ferðafólkunum einans 0,028 % av samlaðu bruttutjóðarúrtøkuni. Handilssáttmálar. a>, men eru partur av danska limaskapinum. Síðani 1945, og serliga síðani fyrst í 1970-árunum, er millumtjóða handil vaksin nógv. Ein avleiðing av hesum er búskaparliga altjóðagerðin, sum hevur viðført handilsliga frælsisgerð millum lond. Sum avleiðing av samráðingum í GATT og síðan 1995 í Heimshandilsfelagsskapinum er altjóða handil vorðin alsamt meira opin. Hetta hevur millum annað havt við sær, at tollur er lækkaður, og at aðrar handilsforðingar eru beindar burtur. Føroyar eru til dømis limir í heilsufrøðiliga økinum í ES og gjørdust í 2005 partur av alevropiska miðjarhavsøkinum um samsavnan av uppruna (EMFTA, "Euro-Mediterranean Free Trade Area"). Føroyar hava síðan 1. januar 1995 verið fevndar av danska limaskapinum í WTO. Sostatt eru altjóða ásetingar, sum eru gjørdar í hesum felagsskapi, eisini galdandi fyri Føroyar. Føroyar hava í løtuni fríhandilssáttmálar við Evropasamveldið og EFTA-londini Noreg, Ísland og Sveis – hetta eru fýra sáttmálar við tilsamans 28 lond. Umframt hetta er MFN-sáttmáli við Russland komin í gildi í 2006. Hetta er ikki ein handilssátmáli, men ein sáttmáli sambært "Most Favoured Nation"-meginregluni í WTO, sum sigur, at allar sømdir, eitt land veitir einum øðrum, skulu galda fyri øll WTO-lond. Føroyar kunnu sostatt ongantíð fáa verri sømdir enn nakað annað land, ið hevur handilssamband við Russland. Í roynd og veru merkir hetta, at tollurin á fleiri vørum er farin í helvt. Føroyar hava áður havt handilssáttmálar við Finnland, Svøríki, Pólland og Estland, sum allir fullu burtur, tá hesi fýra londini gjørdust limir í ES. Føroyar og Russland royndu í fleiri ár at fáa ein handilssáttmála landanna millum, men tað eydnaðist kortini ongantíð at koma endaliga á mál, tí Russland knýtti WTO-limaskapin at handilssáttmálnum. Úrslitið var, at Føroyar gjørdu ein sáttmála við Russland, sum byggir á grundregluna hjá WTO um Most Favoured Nation Treatment. Sáttmálin kom gildið í 2006. Sáttmáli Føroya við ES frá 1996 er fríhandilssáttmáli, ið loyvir ídnaðarvørum frítt at fara millum partarnar báðar meðan tað eru avmarkingaravmarkingar á landbúnaðar- og fiskivinnuøkinum. Føroyar hava at kalla veitt ES fullkomnan fríhandil (seyðakjøt og mjólkaúrdrátt undantikið), meðan tað eru avmarkingar hinvegin. Kortini hevur gongdin síðan 1991 verið, tá ið Føroyar á fyrsta sinni fingu fríhandilssáttmála við EF, at færri og færri handilsforðingar eru. Í 2005 gjørdust Føroyar partur av kummuleringskipanini, eisini nevnd samsavningarskipanini, hjá ES. Í stuttum merkir hetta, at tað er lættari hjá Føroyum at hava handil við ES-limalondini, Ísland, Noregi og Sveis. Skipanin hevur fleiri tættir, sum vinnulív í Føroyum kann nýta. Ein av meginreglunum í skipanini er, at vørur kunna skifta uppruna millum lond í skipanini. Tað ber til at keypa rávøru, tilvirka vøruna og útflyta hana sum føroyska vøru. Djóralívið. "Høvuðsgrein: Djóralívið í Føroyum" a>; lundi er alt árið í Føroyum. Ríkt djóralív er í Føroyum. Nógvur seyður og nógvur fuglur, har uppií lundar og eisini tjøldur, sum er tjóðarfuglur landsins. Í havinum eru ein ørgrynna av fiskasløgum, kópum, krabbum, rækjum, og hvalum, m. a. bóghvítuhvalur, grindahvalur og augustur. Hendinga høgguslokkur sæst eisini. Seyðurin er tann mest eyðsýndi parturin av djóralívinum í haganum. Samstundis hevur hann eisini so mikið stóra ávirkan á vøksturin, at hann setur dám á skordýra- og fuglalívið. Rotta og mús liva í Føroyum, hóast músin er á einum avmarkaðum øki, á nøkrum fáum oyggjum (Músin, sum livir í Føroyum er vestanmúsin ("Mus domesticus")). Rottan, sum livir í Føroyum er brúna rottan ("Rattus norvegicus"), hon er at finna um alt landið, og verður eisini kallað ferðarottan. Viðvíkjandi flogmús, so hava seinastu árini flogmýs verið at sæð í Føroyum. Um tað fara at nørast her, vita vit ikki enn. Haran, sum vit kenna í Føroyum er norðurevropeiska snjóharan (L. timidus). Hon hevur gjøgnum tíðirnar broytt lit, frá at vera snjóhvít, til at vera meiri grá. Eisini skiftir hon lit eftir árstíðunum. Haran verður veidd um veturin frá 2. nov til 31. des. Um 54 fuglasløg eiga javnan í Føroyum. Fuglabjørgini og lundalondini eru fuglaríkastu partarnir av náttúruni, og bjørgini verða øll roknað sum "Important Bird Area" ("Týdningarmikil fuglaøki") sambært BirdLife International. Økið við Sandsvatn, Gróthúsvatn og Søltuvík er einasta økið, sum ikki er fuglaberg, men sum verður roknað sum "Important Bird Area". Vit vita ikki neyvt, hvussu nógv djórasløg eru á landi í Føroyum. Ein samanteljing vísti yvir 1000 sløg av skordýrum í 2010, og harafturat kemur ein hópur av ryggleysum djórum, sum til dømis ormar, maðkar, sniglar o.tíl. Helst eru tað eisini nógv sløg, sum ikki eru skrásett enn. Um tað er orsakað av alheimsupphitingini ella ikki, so kunnu granskarar vátta, at djóralívið í Føroyum er broytt seinastu 10-20 árini. Nýggj skordýrasløg hava fest seg og eru farin at nørast, nýggir fuglar búleikast nú í Føroyum, og broytingar síggjast eisini í havinum, eitt nú síggjast fleiri nýggj fiskasløg. Í heimshøpi eru skrásett uml. 26.000 fiskasløg, og av teimum eru uml. 240 undir Føroyum. Undir Føroyum eru nøkur fá fiskasløg, sum eru at finna í stórum nøgdum mett í vekt: svartkjaftur, toskur, upsi, hvítingsbróðir, svartkalvi, stóri kongafiskur, nebbasild, gullaksur, trantkongafiskur og lítil kongafiskur. Fram til 1968 var nógv av sild undir Føroyum. Plantuvøkstur. "Høvuðsgrein: Plantulívið í Føroyum" Tað finnast okkurt um 400 sløg av plantum í Føroyum, av teimum íalt 248 428 kendu plantusløgunum, ið finnast á jørðini. Av hesum eru 60 innførd av fólki; sum príðisplantur í urtagørðum ella, sum av óvart, eru komnar sum óbodnir gestir í ferðagóðsi. Til samanberingar kann sigast, at talið av hægri plantum í Norra er okkurt uml. 2 000 meðan tað í Danmark er 4 000. Ráðandi vøksturin er graslendi við sløgum, sum bæði vaksa í láglendi og á háfjallinum. Á háfjallinum, sum er oman fyri 400 m, verður vøksturin berligari við sløgum, sum sum eru eyðkend fyri láglendið á tí arktiska økinum. Urtapílur ("Salix herbaceae"), aksgrógvin bløðkuurt ("Bistorta vivipara") og grámosi ("Racomitrium lanuginosum") eru ráðandi sløgini. Vanligasti vøksturin er graslendi, ið er frá fjøru til fjallatind. Lyngheiðar finna vit bert í láglendinum upp í 200 m hædd, har lyngheiðavøksturin hvørvur. Ráðandi planurnar á lyngheiðunum eru vanligur heiðalyngur ("Calluna vulgaris"), tvíkynjaður berjalyngur ("Empetrum hermaphroditum"), aðalbláber ("Vaccinium myrtillus"), sjáldnari eisini føroyskur klokkulyngur ("Erica cinerea") og heiðabláber ("Vaccinium uliginosum"). Hópur av urtum vaksa eisini á lyngheiðunum, eitt nú børkumura ("Potentilla erecta"), fagurligt pirikum (Hypericum pulcrum) og smá silkibond ("Polygala serphylla"). Lyngheiðar eru bert á størstu oyggjunum og trívast best á lýggjum suðurvendum fjallasíðum. Á skuggasíðum er einki heiðalendi. Oman fyri 200 m minkar útbreiðslan av berjalyngi og bláberjagróðri so smátt eisini, til o. u. 400 m oman fyri sjóvarmálan; tá hvørva hesi sløgini eisini. Borðoy. Borðoy liggur mitt í Norðoyggjum. Hon er nógv innskorin og hevur tí nógvar endar, barð, og oyggin hevur fingið navn eftir hesum barðum. Nógv tað størsta plássið er býurin Klaksvík, sum við sínum 4 600 fólkum hevur 80 % av fólkatalinum í Norðuroyggjum. Hon er eisini størsta fiskivinnuhavnin í landinum. Borðoy er tann størsta av teimum seks Norðoyggjunum og hevur 8 bygdir. Frá suðuri: Norðoyri, Klaksvík, Ánirnar, Árnafjørður, Norðtoftir, Depil, Norðdepil og norðast er tann nú manntóma bygdin Múli. Borðoy er kend fyri sína fjølbroyttu náttúru við stórbærum fjøllum, djúpum dølum og vøkrum firðum. Í 1837 bygdi Kongaliga einahandilin úthandil í Klaksvík. Tá ið einahandilin helt uppat, vórðu handilshúsini seld. Í dag eru tey karmur um fornminnissavnið í býnum. Í 1963 fekk Klaksvíkin nýggja stásiliga kirkju, sum hóskar sera væl til príðiligu fjøllini uttanum býin. Bygdir. Ánirnar, Árnafjørður, Depil, Klaksvík, Múli, Norðdepil, Norðoyri, Norðtoftir, Skálatoftir, Strond Eysturoy. Eysturoy, ið er 286 km² stór, er næststørsta oyggj í Føroyum. Her búgva umleið 10.000 fólk. Við sínum góðu busssambondum bæði í oynni og til hinar partarnar av landinum, kann við røttum sigast, at oyggin er ein miðdepil í Føroyum. Oyggin bjóðar teimum vitjandi eina ørgrynnu av upplivingum, sum røkka frá undurvøkrum landslagi, hugnaligum bygdum, søguligum støðum til framkomnar, nýmótans bygdir og býir. Syðst á oynni er landslagið eftir føroyskum viðurskiftum reiðiliga slætt og lætt at ferðast í til gongu. Norðantil er Eysturoyggin brattari við høgum fjøllum; trý av teimum eru yvir 800 metrar høg, tey eru Slættaratindur, sum er 882 metrar høgt og sostatt hægsta fjall í Føroyum, Gráfelli og Svartbakstindur. Gisting er møgulig í flest øllum bygdum í Eysturoy. Gistingartilboðini røkka frá hotellum til skótadeplar, tjalding og ból og bita. Tjaldingarpláss og pláss til búvognar eru eisini í oynni, og harafturat finnast matstøð og kaffistovur um alla oynna. Í flestu bygdunum eru nýggj upplýsingarskeltir sett upp. Bygdir. Eiði, Elduvík, Fuglafjørður, Funningsfjørður, Funningur, Gjógv, Glyvrar, Gøtugjógv, Hellurnar, Innan Glyvur, Kolbanargjógv, Lambareiði, Lambi, Leirvík, Ljósá, Morskranes, Nes, Norðragøta, Norðskáli, Oyndarfjørður, Oyrarbakki, Oyri, Rituvík, Runavík, Saltangará, Saltnes, Selatrað, Skálafjørður, Skáli, Skipanes, Strendur, Svínáir, Syðrugøta, Søldarfjørður, Toftir, Undir Gøtueiði, Æðuvík. Fugloy. Fugloy, sum hevur fingið navn av tí nógva fugli, ið har búleikast, er tann minsta av Norðoyum, 11.1 km², og hon liggur eisini longst burtur frá hinum. Fugloyggin er ein kommuna við tveimum bygdum. Tær eru Kirkja og Hattarvík. Kirkja og skúli eru í báðum bygdunum. Tær báðar bygdirnar í oynni eru brimpláss, og hetta saman við hennara fjarleiki hevur gjørt, at fólkatalið er nógv minkað; í 40'unum búðu omanfyri 200 fólk í Fugloy. Í 1950 vóru skrásett 195 fólk. Fólkatalið var 38 við ársbyrjan 2014. Í prosentum upplivdi Fugloyar kommuna nógv tann størsta fólkavøksturin í 2014-2015. Í tíðarskeiðinum 1. mars 2013 ti 1. mars 2014 øktist fólkatalið í Fugloy við trimum úr 38 upp í 41 fólk, og tað svarar til ein vøkstur upp á heili 7,9 prosent. Fugloyggin er eitt náttúruvakurt stað. Mótsatt teimum sunnaru oyggjunum í Føroyum er Fugloyggin sermerkt, við at tað, sum er omanfyri sjóvarmálan, bert eru tær ovastu basaltfláðirnar, tí er oyggin brøtt við steyrrøttum homrum runt alla oynna, omaná er grønt og gróðrargott og fleiri sjáldsamar plantur eru at finna. Fuglalívið er fjølbroytt, og eins og í Mykinesi er atkomuligt lundaland í haganum. Í bjørgunum runt oynna er stórt fuglameingi. Fugloyggin hevur havt elligamlar skipanir við røkt og veiðu í fuglabjørgunum. Men gongdin við tí stóra fallinum í fólkatalinum og at tað eru flest gomul fólk á oynni, ger tað torført hjá teimum yngru á staðnum at søkja bjørgini. Tað er eitt vandamál, at tey ungu ikki vera lærd upp í hesum yrki. Í Hattarvík eru fleiri elligamlar toftir og niðurdottin gróthús og úthús eins og nógva aðrastaðnis í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani var farið undir at laga nøkur av hesum uppaftur og seta tey í upprunaligan stand. Onkur av hesum úthúsum vera nevnd í eitt nú søgnini um floksmenninar. Hetta arbeiði er ikki bara til prýðis fyri bygdina, men er eisini av søguligum og mentanarligum týdningi. Arbeitt verður við ymiskum verkætlanum. Ein er "Fugloy í søgu og søgn". Málið er at byggja upp eina væl skipaða og burðardygga ferðavinnu í oynni, sum kann styrkja búsetingina. Verkætlanin er eitt tiltak, ið Útoyggjafelagið og bygdarfólki hevur tikið stig til. Umframt hetta verður í løtuni roynt virksemi við mati úr lokalari rávøru. Hægsta fjall í Fugloy - Klubbin - er 621 m. Jakob Jakobsen um Fugloy. Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj. Menn róðu at henni at kasta stál á hana og festa hana í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð í land, og tveittu tað aftur á sjógv. So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til hennara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón. Ein av prestunum stóð fremstur í bátinum og kastaði Bíbliuna upp á land, meðan allir hinir stardu fast upp á oynna. Tá hjálpti, teir vóru mentir yvir trøllunum og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við Kirkju fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðan undir av brimi. Løgmenn í Føroyum. Hetta er ein listi av Løgmonnum í Føroyum. Keldur. * GNU Free Documentation License. GNU Free Documentation License (GFDL ella GNU FDL) er eitt copyleft loyvi til frælst innihald, skapað av Free Software Foundation (FSF) til GNU-verkætlanina. Loyvt er at skapa til ritbúnaðar skjalprógv. Loyvi ber við sær, at øll avrit av tilfari, hóast tað er broytt, hava sama loyvi sum upprunatilfarið. Hesi avrit kunnu seljast, men um tey verða hópframleidd, skulu tey vera í einum sniði, sum gjørligt er at gera fleiri broytingar í. Wikipedia er størsta tilvísingarverkætlanin, sum brúkar loyvi í løtuni. At brúka GFDL. Fyri at eitt skjal kann vera umfatað av GFDL, skal ein viðmerking skoytast uppí um upphavsrætt undir GFDL. Wikipedia og GFDL. Øll Wikipedia-skjøl eru útgivin til almenningin undir GNU Free Documentation License. Opið innihald. Opið innihald (úr enskum: "open content") lýsir alt skapandi arbeiði (til dømis greinir, myndir, ljóð, sjónbond o.s.fr.) sum er útgivið undir einum ógvuliga fríum loyvi, ið beinleiðis loyvir endurritan av upplýsingum. (Eitt dømi um tað er GNU Free Documentation License, sum verður nýtt av Wikipedia.). Eisini verður "opið innihald" stundum lýst sum innihald, har øll kunnu ritstjórna. Wikipedia. Búmerki hjá "Wikipedia" á føroyskum Wikipedia er ein alfrøði við opnum innihaldi, skrivað í samarbeiði millum sínar brúkarar. Wikipedia verður stýrd av Wikimedia, ein non-profit grunnur stovnaður til endamálið. Her í fevnir hon um eitt stórt evnisøki og hevur greinar í føroysku útgávuni. Í januar 2004 vóru umleið 400 000 greinar á ymiskum málum í Wikipedia. Meginparturin, ella umleið 200 000, vóru á enskum. Wikipedia byrjaði við ensku útgávuni tann 15. januar 2001. Tann føroyska útgávan byrjaði tann 20. juni 2004. Berandi eyðkennir. Wikipedia verður stuðlað av Richard M. Stallman og Free Software Foundation. Vandalisma. Ein av avbjóðingunum hjá Wikipedia er "vandalisma" - skilt sum tápuligur ella uppøsandi broytingar í greinum. Sarah Lane, vertur fyri "Sarah's Blog Report", sum er ein partur av sjónvarpssendingini "Screen Savers", "vandaliseraði" í eini sending Wikipedia-síðuna um "monkeypox" í ensku Wikipedia-útgávuni. Hon skrivaði "Sarah Lane is totally cool and does not have monkeypox". Seinni skrivaði hon: "Although this excites me in its ease and simplicity, it's a little frightening. I mean, what if I had instead written 'My boss is a big fat **** and his phone number is ****'? Sure, somebody would delete it, but this calls for some seriously dedicated moderators." "Av tí at Wikipedia er ein fullkomiliga frí open source-verkætlan, dregur tað eisini ein riðil av anarkistiskum fólkum at sær," sigur Larry Sanger, ein teirra, ið stovnaði Wikipedia, við Wired News: "Tíbetur eru teir flestu brúkararnir fyrireikaðir til at virka ímóti vandalismu... og fáa beint fyri slíkum beinleiðis, eftir at tað er byrjað". Alfrøði. right Alfrøði er ikki ein ávís vísindagrein, sum so nógvar aðrar. Orðið "alfrøði" merkir "frøði" um alt". Vanliga inniheldur ein alfrøði ikki serliga nógva vitan um nakað serstakt, men eitt sindur um næstan alt. Ein alfrøði er ofta ein endurspeglan av teirri vitan, sum er til; eitt savn av stuttum upplýsandi greinum um mestsum alt, so fólk lætt kunnu leita sær fram upplýsingar. Franski heimspekingurin Diderot tók stig til fyrstu alfrøðina, har hann fekk fremstu heimspekingar, rithøvundar og granskarar í tíðini at skriva greinar um øll hugsandi evni. Henda fyrsta alfrøðin taldi heili 37 tjúkk bind. Tað eru túsundatals greinar um ymisk evni í Alfrøðini. Í hvørji grein eru tilvísingar til myndir, og í hvørjari mynd eru talmerktir smálutir. Greinin um skurðviðgerðaramboð hevur ikki færri enn tólv slíkar smálutir. Einhvør alfrøði er skipað sum eitt uppslagsverk, t.e. eitt verk, ið lætt er at sláa upp og finna upplýsingar í um eitthvørt. Sum Encyclopædia Brittanica, ein stór og kend enskmælt alfrøði, tekur til; "As knowledge grows, so do we"; ella á føroyskum; "So hvørt sum vitanin veksur, vaksa vit við". 2004. 2004 (MMIV) var eitt skotár, sambært gregorianska kalendaranum var fyrsti dagurin ein hósdagur. 20. juni. 20. juni er dagur 171 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 172 um skotár). Tað eru 194 dagar eftur av árinum. WikiWiki. Heitið WikiWiki ("wiki wiki" merkir "skjótt" á hawaiiskum; og hevur framburðin "vi ki vi ki"). Heitið kann brúkast til at eyðmerkja annaðhvørt eitt slag av hypertekstdokumenti ella ritbúnaði, sum er brúktur til at skriva tað. Tú ert nú staddur á Wikipedia, eitt wiki sum er ein roynd at skriva eina alfrøði. Wiki. Hugtakið Wiki vísir til eitt slag av ritbúnaði, sum gevur brúkarum møguleika at samstarva um at savna og skifta um vitan og kunning um ávís evni. Ward Cunningham hevur ment forritið. Hann og Bo Leuf hava saman skrivað bókina "The Wiki Way" (2001), sum tøkniliga er avoldað, men sum kortini greiðir væl frá wikihugburðinum. Orðið, Wiki, stavar frá hawviiska WikiWiki. Í einum Wiki kunnu brúkarar frítt skriva og almannakunngera tilfar, serliga skrivað tilfar, men í nýggjari forritum ber eisini til at goyma eitt nú myndir og fílur av ymsum sløgum. Brúkarar kunnu frítt broyta tilfar hjá hvørjum øðrum, teir kunnu kjakast um ávís evni og eru í vissan mun við til at tilevna skipanina av eini Wiki. Grundskipanin í eini Wiki er ovurtekstaskipanin (hypertekstaskipanin), sum er høvuðsskipanin á internetinum. Ein Wiki er forritað t.d. í PHP, og dátur (síður) verða goymdar í einum dátugrunni, ofta MySQL. Síður verða heintaðar ella stovnaðar við at brúka HTTP-protokollina og boðini, GET og POST. Lesing fer fram á vanligari vevsíðu, meðan skriving og rætting fer fram í formpartinum á eini vevsíðu. Danmark. Danmark er eitt land í Skandinavia í Norðurevropa við 5,75 mió. íbúgvum. Danmark verður saman við Grønlandi og Føroyum nevnt Kongsríki Danmarkar. Danmark hevur mark til Týskland í suðri og er umgirt av fleiri høvum: Norðsjógvurin (Vesterhavet), Skagerrak og Kattegat móti vestri, norði og eysti frá Jútlandi, Kattegat og Eystrasalt norðan og sunnanfyri tær donsku oyggjarnar. Danmark er hálvoyggin Jútland og 443 navngivnar oyggjar og hólmar. Størsti býurin og høvuðsstaðurin er Keypmannahavn. Miðallívsævin í landinum er 78,13 ár. Høvuðsmálið er danskt. Størsti landspartur i Danmørk er langa, smala nesið, Jútland, sum hevur mark ímóti Norðurtýsklandi. Eystan fyri Jútland er tað, sum eftir er av landinum; næstan fimm hundrað oyggjar, einar hundrað teirra eru bygdar. Danmørk er tað syðsta av Norðurlondum og eitt av slættastu londum í heiminum. Søga. Fyrsti kongurin, teir søgufast vita um ráddi fyri øllum danaveldi, var Gormur gamli um 930. Tá var landið nógv størri enn nú; alt tað sunnasta av Svøríki harafturat alt Suðurjútland var danskt land. Longu tíðliga í miðøldini fóru týskarar at troðka seg norður eftir, og so við og við fingu teir alt tað sunnasta av Suðurjútlandi undir seg. Í árinum 1864 mátti Danmark avluta alt Suðurjútland til týskarar, men teir fingu norðaru helvtina aftur í 1920. Í árinum 1376 varð Ólavur, sonur Margretu drotning í Danmark og norska kongin Hákun tann 6. kongur í Danmark, og í 1380 gjørdist hann kongur í Noregi og hjálondunum. Eftir hetta komu Noreg og Danmark at vera eitt ríki líka til 1814, tá ið tey skiltust av svenskum ávum, meðan Føroyar, Grønland og Ísland vóru eftir. Millum 1600-1700 minkaði landið stórliga. Donsku kongarnir, sum tá ráddu, góvu seg í bardaga við Svøríki, og hesir bardagar endaðu við, at Svøríki legði alt land eystan Oyrasund undir seg. Í langa tíð høvdu donsku kongarnir alt valdið í landinum, men í 1848 fekk fólkið ræðið og hevur havt tað síðan. Í árunum 1940-1945 var Danmark hersett av týskarum, men landið var ongantíð vígvøllur og slapp betur burtur úr stórbardaganum enn flestu lond í Evropa. Fólkið. Broyting í íbúgvatali í % frá 1769 til 2004. Meginparturin av fólkinum í Danmark býr í býum við strendurnar. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir. Í flestum londum í Vesturheiminum (Europa og Norðuramerika) eru mong, ið hava eina rættiliga frílynta áskoðan á hjúnalag og húski. Henda hugsan er eisini galdandi í Danmark og í hinum Norðurlondum. Mong donsk børn vaksa nú á døgum upp hjá annaðhvørt ógiftum foreldrum, ið hava somu lógarrættindi sum gift foreldur, bara mammuni ella bara pápanum. Vanligt er eisini nú, at menninir eru uppi í øllum húsligum arbeiði, og alt fleiri og fleiri konufólk arbeiða úti. 1 % av fólkinum eru ikki lesifør og 2,8 % av fólkinum er arbeiðsleys. Útlendingar økja fólkatalið í Danmark; 86 prosent av fólkavøkstrinum frá 2009 til 2013 stavaði frá útlendingum. 2009-2013 eru 100 000 útlendingar komnir til Danmarkar; frá 2009 til 2013 vóru útlendingar 86 prosent av øllum fólkavøkstrinum í Danmark. Í 2013 minkandi talið av íbúgvum í Danmark við 789 fólkum, um hugt verður eftir borgarum við donskum uppruna. Men tá talið av innflytarum og eftirkomarum teirra samstundis veksur, var fólkavøksturin í fjør 24 607 fólk. Tað stendur í svari frá danska innanríkisráðnum til fólkatingsnevndina fyri útlendinga- og integratiónspolitikk. Sambært svarinum, standa útlendingar fyri 86 prosentum av øllum fólkavøkstrinum upp á 115 000 frá 2009-2013. Nógvir føroyingar eru í Danmark, bæði lesandi og meira tilkomin. Tilsamans búgva t.d. umleið 1.500 fólk á Oyrasundskollegiinum. Eingin reiðilig tøl eru yvir, hvussu nógvir føroyingar búgva har, men ofta verður sagt, at um 1.000 av íbúgvunum eru føroyingar. Politikkur. Danmark er eitt av heimsins elstu kongaríkjum. Á odda fyri ríkinum stendur kongur ella drotning. Síðan 1971 hevur Margrethe Drotning 2. verið drotning. Hon er eisini drotning í Føroyum og í Grønlandi, sum Danmark er í ríkisfelagsskapi við. Nú býr danska drotningin, Margreta 2., á Amalienborg í Keypmannahavn. Minst fjórða hvørt ár skulu 179 limir veljast í fólkatingið, lóggávuting Danmarkar. Føroyingar og grønlendingar velja hvør sínar tveir. Danska stjórnin skal hava meiriluta í Fólkatinginum, annars má hon leggja frá sær. Henda mannagongdin hevur verið síðan 1901 at tryggja, at stjórnin altíð hevur meiriluta á tingi, tá ið landsins lógir verða viðtiknar. Ráðharrarnir, landspartarnir og tær 275 kommunurnar umsita lógirnar. Danmark hevur í 2011 tað størsta skattatrýstið í Evropa. Tann seinasta uppgerðin, sum hagstovan hjá ES, Eurostat, hevur gjørt, er fyri 2011, og eftir henni var skattatrýstið í Danmark 47,7 prosent tað árið. Á teimum næstu plássunum eru Svøríki, Belgia, Frakland, Finnland, Italia og Eysturríki. Í hesum londunum er skattatrýstið millum 42 og 44 prosent. Í meðal var skattatrýstið í Evropa 38,8 prosent. Danska meirvirðisgjaldið, sum er 25 prosent, er eisini tað hægsta í Evropa. Javnrættindi. Granskarar hava mett londini eftir, hvussu kvinnur hava atgongd til útbúgving, heilsu, politiska makt og pengar. 130 lond luttóku í kanningini, men Føroyar vóru ikki við. Danmark er nummar sjey á listanum. Orsøkin til at Danmark liggur so ovarliga á listanum er, at landið hevur eina góða útbúgvingarskipan, sum kvinnur og menn hava líka góða atgongd til. Danmark dumpar tó, tá tað kemur til javnstøðu um lønarinntøku. Menn fáa í miðal 20 prosent meira í løn enn kvinnur í Danmark. Saudi-Arábia, Kjad og Jemen eru ringast fyri í javnstøðukanningini. Noreg liggur ovast á javnstøðulistanum, beint framman fyri Svøríki. Á triðja plássi liggur Finnland. Í 1933 verður lógin broytt soleiðis, at tað ikki longur er ólógligt at vera samkyndur í Danmark. Lógin kemur samstundis í gildi í Føroyum. Aldursmarkið verður sett til 21 ár. Í 1981 verður samkyndleiki alment strikað sum ein sjúka í Danmark og somuleiðis í Føroyum. Høga aldursmarkið fyri kynsligt samband millum fólk av sama kyn verður lækkað frá 21 ár til 15 ár í 1988, og er tí í dag tað sama sum hjá hinskyndum. Í 2010 fingu samkynd í skrásettum paralagi loyvi til at ættleiða børn hjá hvørjum øðrum. Danmark fær kynsleyst hjúnalag í 2012. Møguleikin fyri at gerast sonevnd hjámamma er veruleiki, eftir at broytingin í donsku barnalógini er komin í gildi 1. desember 2013. Hetta merkir, at tann kvinnan í einum samkyndum parlagi, sum ikki er biologiska mamman, kann verða skrásett sum foreldur at barninum við barnsins føðing. Innflytarapolitikkur. Útlendingar í Danmark, 2003, landabýti. Aldrin áður hava so nógvir innflytarar søkt bústað í Danmark sum í 2014. Seinastu hagtølini fyri 2014 vísa, at talið av útlendskum ríkisborgarum, ið fluttu til Danmarkar í 2014, er 64 874. Tað er hægsta talið nakrantíð yvir eitt ár. Gamla metið var frá í 2013, tá tilsvarandi talið var 56 276 fólk. Sostatt er talan um eina øking á fimtan prosent. 5401 sýrar fluttu til Danmarkar í 2014. Tað er tríggjar ferðir so nógvir sum í 2013, tá 1760 sýrar fluttu til Danmarkar. Men hóast tað eru flest sýrar, ið fáa uppihald í Danmark, so vísa hagtølini eisini, at flestu innflytarar koma úr londum í Vesturheiminum. Nevniliga seks út av tíggju innflytarum í 2014 komu úr einum vesturlendskum landi. Av teimum londunum er tað Rumenia, ið liggur nummar eitt á listanum yvir innflytarar. Rumenia er eisini tað landið, har næstmest innflytarar komu frá samlað sæð. Hagtølini vísa, at 5171 rumenar tóku bústað í Danmark í 2014. Tað er ein øking á fimtan prosent frá 2013. Politiskir flokkar í Danmørk. Hesir politisku flokkar hava umboðan í Fólkatinginum síðan Fólkatingsvalið 2015. Føroyar og Grønland hava hvør sínar tveir limir. Regiónir í Danmørk. Danmark er býtt sundur í fimm regiónir (landslutir). Áðrenn hetta varð Danmark býtt sundur í amt. Regiónirnar hava serliga ábyrgdina av sjúkrahúsverkinum. Føroyar og Grønland eru sjálvstýrandi lond í danska kongaríkinum. Mentan. Lego - viðgitnu, litríku byggikubbarnir, gjørdir til børn - er upprunaliga úr Jútlandi, har ein snikkari og sonur hansara funnu uppá at gera teir í 1930-árunum. Mong norðurlendsk børn vita um Legoland, hugtakandi legobýin, har alt er gjørt av lego. Navnið "Lego" er gjørt úr donsku orðunum "leg" og "godt", sum merkir spæl væl. Byggisnið. Sum hini bæði skandinavisku londini og Finnland er Danmørk gitið fyri byggilist sína. Danskir byggifrøðingar nýta ofta ymiskt tilfar, tá ið teir byggja, til dømis tigulgrót, við og betong, og teir gera vøkur hús, sum hvíla væl í landslagnum. Í mongum nýggjum sethúsum hevur alstórur dentur verið lagdur á at spara orku. Sólkyknur í tekjuni vinna orku úr sólini, og húsini eru ógvuliga væl bjálvað. Danir leggja sær nær at fríðka sniðið á tí, teir gera. Húsbúnaður, glasvørur, køksbúnyttur og postalín er alt so snotiligt. Búskapur. Sum í grannalondunum eru politisku viðurskiftini trygg, og lívskorini góð. Ídnaðurin hevur ment seg skjótt, og nú á døgum arbeiðir ein triðingur av danska fólkinum í ídnaðinum. Danmørk er gitið fyri samvinnufeløg síni. Til tess at fylgja við í landbúnaðarmenningini og vera kappingarførir hava donsku bøndurnir verið noyddir at samstarva. Ein háttur hevur verið at eiga mjólkarvirki og svínasláturhús í felag og leggja seg eftir at selja hesar búnaðarvørur uttanlands. Landslag. Danmark er eitt lágt og slætt oyggjaland. Oyggjarnar eru einar 500 í tali; av teimum eru Sæland, Fyn og Lolland størstar. Jútland er áfast við Týskland fyri sunnan; tað er annars umgirt av havi í trý borð, og slíkt land verður nevnt hálvoyggj. So lágt er lendið, at hægsti heyggjurin, Ydling Skovhøj, er ikki hægri enn 173 m. Næsthægsta plássið eitur Ejer Bavnehøj 171 m. Hóast landið er lágt, so er tað ikki slætt sum ein pannukøka. Nei, nógvastaðni eru stórir ryggir og høgar herðar, men landið hækkar so líðandi, at tú veit ikki av, fyrr enn tú ert uppi á teimum. Undirgrundin í Danmark er ikki grót sum í Føroyum, men krit og kálk, og hetta sæst summastaðni fram við strondini; har standa kritbakkar út móti havinum. Annars er mest allastaðni sandstrond, kortini kann tað henda, at leirbakkar ganga líka út í sjóvarmálan. Í støðum kann tað vera heilt fín møl. Strondin á oyggjunum og eystursíðuni á Jútlandi er nógv vágskorin, men vestursíðan á Jútlandi er mest sum bein; har eru bert einstakir firðir, og uttan fyri fjarðmunnan gongur næstan altíð ein sandtangi. Tað ið ger, at so fá innvik eru har, er streymurin, sum rekur so hart fram við landinum, at tangarnir eru rundaðir burtur. Summastaðni í Danmark eru stórar mómýrar; hesar mýrar hava verið vøtn fyrr í tíðini, men so eru plantur og trø rotnað niður í tey, og sum árini eru liðin, eru vøtnini upptornað. Í summum mýrum skera teir torv, og ofta hava teir tá funnið bæði vápn og aðrar gripir, ið fornøldarfólkini hava kastað út í vatnið sum offur til gudarnar. Tað hevur eisini hent seg, at teir hava funnið deyðamannalutir frá tíðini langt fyri Kristi føðing. Annars eru mýrarnar at minka, tí teir hava veitt vatnið av nógvum av teimum og velt tær undan. Summastaðni í Jútlandi eru stórar lyngheiðar, men fyri einum 120-130 árum síðan vóru tær nógvar ferðir størri; tá fóru menn at planta furu og granntrø á heiðunum. Tey trivust, og nú eru stór strekkir avvaksin við nálatrøum. Afturat at menn fáa nyttu av sjálvum trøunum, gera tey eisini tað, at tey forða sandrokinum, sum ofta kann vera herviligt fram við vesturstrondini, at koma so langt eystur í landið. Tað var ikki sjáldan, áðrenn plantasjurnar komu, at foksandurin legðist so tjúkkur á akrarnar, at hann køvdi nálirnar. Plantasjurnar líva eisini akrunum, so vestanvindurin ikki svíður teir av, sum ofta hendi á vindsomum plássum; og á nógvum av teimum gørðunum, sum í seinnu árum eru bygdir á heiðunum, hava bøndurnir plantað trø til skjól. Summar av heiðunum, sum eftir eru, eru friðaðar. Skógi er ikki nógv til av longur í Danmark, 1/10 partur av landinum, rokna teir við. Mest eru tað bókaskógir. Av dýrum, sum liva í skógunum, skulu vit nevna hjørtir, revar og grevlingar. Bøurin í Danmark er fyri tað mesta frálíka góður, og so slætt er lendið, at 3/4 av landinum er akur ella ong. Besta jørðin er á oyggjunum og í eystara parti av Jútlandi; har er mest leirmold, og hon ber betri korn enn sandmoldin. Eingirnar eru mest í lægdum ella fram við áunum, summar hava teir bara til beiti, men summar verða slignar. Fram við vesturstrondini av Suðurjútlandi er landið ógvuliga slætt og so lágt, at teir mugu hava gjørt langar verjugarðar móti havinum; hetta rópa teir marsk. Hann er frálíka grasgóður og besta beiti. Útbúgvingar. Útbúgvingar í Danmark eru atkomuligar fyri allir borgarar í ríkinum. Fíggingin fer fram umvegis skatt og egingjøld. Tað eru umleið 1500 fólkaskúlar í Danmark. Sambært §76 í grundlógini so er tað ikki talan um skúlaskyldu í Danmark, men um undirvísingarskyldu. Tað merkir, at øll skulu hava undirvísing frá 0.-9. flokk. Undirvísingarskyldan byrjar 1. august tað árið, ið barnið fyllir 6 ár. Foreldur kunnu velja ímillum fólkaskúlan, privatskúlar og heimaundirvísing. Síðan er møguleiki fyri at næmingurin kann ganga í 10. flokki, taka eina vinnuútbúgving ella eina miðnámsskúlaútbúgving (gymnasiala útbúgving). Eftir tað verður eitt stórt úrval av ymiskum útbúgvingum útbjóðaðar á ymiskum støði og innan ymiskar vinnur. Tað eru otta fróðskaparsetur í Danmark, harav tað elsta er Københavns Universitet. Harumframt eru Aarhus Universitet, Syddansk Universitet, Aalborg Universitet og Roskilde Universitet ið øll hava fleiri fakultet, og harafturat eru Danmarks Tekniske Universitet, Copenhagen Business School og IT-Universitetið í Keypmannahavn, ið hava eitt fakultet. Professiónsháskúlar ella sonevnd university colleges eru at finna kring alt landið, umframt útbúgvingarstovnar innan tónleik, list og arkitektur. Samferðsla. Vegirnir í Danmark eru bæði góðir og nógvir. Jarnbreytirnar eru eisini ógvuliga tættar, so skjótt er at koma ímillum teir ymsu landspartarnar eftir jarnbreytini. Fyri at lætta um samferðsluna hava teir bygt tvær stórar brúgvar: Lítlabeltsbrúnna og Stórstreymsbrúnna. Úr Keypmannahavn slepst við toki til tey flestu lond í Evropa. Í Kastrup tætt við Keypmannahavn er óføra stór flógstøð. Millum teir ymsu donsku landspartarnar verður dúgliga flogið, og eisini millum Keypmannahavn og Føroyar. Ferðamannaskipini tróta heldur ikki, hvørki innansyndis ella millum Danmark og útheimin. Til Svøríkis er fartur fleiri ferðir hvønn dag, og sama er til Týsklands. 21. juni. 21. juni er dagur 172 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 173 um skotár er). 193 dagar eru eftir av árinum. 22. juni. 22. juni er dagur 173 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 174 um skotár er). 192 dagar eru eftir av árinum. 23. juni. 23. juni er dagur 174 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 175 um skotár er). 191 dagar eru eftir av árinum. Lívfrøði. Lívfrøði (biologi) er læran um lív. Grikska orðið, biologi, er samansett av orðunum "bio", sum merkir "liv" og "logos", som merkir "vitan" ella "frøði". Lívfrøðin fevnir sera vítt, og fleiri øki verða ofta roknað sum sjálvstøðugar vísindagreinir. Søga. Lívfrøðin kann førast aftur til gomlu grikkarnar. Serliga Aristoteles (384 f.Kr. - 322 f.Kr.) eygleiddi nógv dýr og plantur. Hann bólkaði og setti fram ástøðir. Í 1600-talinum var mikroskopið uppfunnið og framdi hetta eina kollvelting innan økið. Til bar nú at síggja kyknur, bakteriur og annað. Í 1859 gav Charles Darwin bókina "On the Origin of Species" út og legði harvið lunnar undir læruna um lívmenningina. Í 20. øld varð funnið útav, at arvaeginleikarnir liggja goymdir í lítlunum kromosomunum, og nógv framstig vóru síðani gjørd innan arvalæruna, sum t.d. at kromosomini eru ein dupultspiralur, sum nú verður nevnt DNA. 24. juni. 24. juni er dagur 175 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 176 um skotár er). 190 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini jóansøka eftir Jóhannesi Doyparanum í Bíbliuni. 25. juni. 25. juni er dagur 176 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 177 um skotár er). 189 dagar eru eftir av árinum. 26. juni. 26. juni er dagur 177 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 178 um skotár er). 188 dagar eru eftir av árinum. 27. juni. 27. juni er dagur 178 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 179 um skotár er). 187 dagar eru eftir av árinum. 28. juni. 28. juni er dagur 179 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 180 um skotár er). 186 dagar eru eftir av árinum. 29. juni. 29. juni er dagur 180 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 181 um skotár er). 185 dagar eru eftir av árinum. 30. juni. 30. juni er dagur 181 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 182 um skotár er). 184 dagar eru eftir av árinum. Tú alfagra land mítt. "Tú alfagra land mítt" er tjóðarsangur hjá Føroyum. Sangurin er yrktur á háskúlanum í Føgrulíð 1. februar 1906. "Mítt alfagra land" var yvirskriftin hjá Símuni av Skarði (1872-1942), tá ið hann 1. februar 1906 hevði gjørt yrkingina, sum seinni gjørdist tjóðsangur okkara. Fyrstu ferð ”Tú alfagra land mítt” kom á prent, var í Tingakrossi 8. januar 1908. Uppi yvir tekstinum er tilskilað, at lag er eftir Petur Alberg, og niðriundir er í fótnotu sagt frá, at sangurin hevði verið sungin á konsert í Havn annan jóladag. "Tú alfagra land mítt" líkist ikki hinum føroysku fosturlandssangunum heilt. Hugsa vit um teir elstu av hesum sangunum frá 1870-árunum og 1880-árunum, so byrja teir ofta við at siga, hvar Føroyar eru, nevniliga langt burtur - yrkjararnir vóru staddir í Keypmannahavn og sóu landið haðani - og úti á miðjum havi, tað verður nevnt, at landið er lítið, at tað eitur Føroyar, at tað er føðiland okkara og tí mugu vit æra tað; landið er fátækt, men yrkjaranum leingist eftir tí, hann elskar tað og ynskir tí góða framtíð í Guds navni. ”Tú alfagra land mítt” lýsir hvørki landslagið, vinnuvegirnar, søguna, legu landsins ella stødd og aldur tess, sum var so vanligt í teimum eldru føðilandssangunum; tann kunnleikin er her ein givin fyritreyt. Síðan Føroyar fóru at taka lut í altjóða fótbólti, er tjóðsongur okkar borin fram víða um lond. Henda yrkingin, sum fyri 100 árum síðani varð yrkt í Føgrulíð, har sum søgan í dag teskar úr hvørjum steini, hoyrist nú langt út um Føroya strendur, men fyrst og fremst hevur hon vunnið sær pláss í føroyinga sál. Tekstur. Ja, Gud signi Føroyar, mítt land! at eg verji Føroyar, mítt land. - av Gudi væl skírd - Teldur. Ein telda er ein (vanliga elektronisk) maskina, sum handfer dátu og upplýsingar, hon fær frá brúkarum ella forritum ella báðum. Hetta merkir fyri ein vanligan brúkara, at teldan hevur eina stýriskipan og so nøkur forrit omaná, sum hon nýtir til at loysa ymsar uppgávur við. Í fyrstuni var teldan mest nýtt sum hjálpartól til talfrøðiligar uppgávur, men í dag er hon vorðin ein partur av okkara lívsstíli og er at finna í teimum flestu umhvørvunum, til dømis í fartelefonum, bilum, ídnaðarmaskinum og øðrum. Fyrstu teldurnar vórðu bygdar í USA, Bretlandi og Týsklandi millum 1940 og 1950. Tær vóru sera stórar, men tey seinastu árini hevur menningin gingið sera skjótt. Í dag eru teldur eisini rættiliga bíligar í mun til, hvat tær kostaðu til dømis fyri bert fáum árum síðani. Hestoy. Hestur liggur millum Streymoynna og Sandoynna og er bert 6 km² til víddar, men har hevur fólk búð líka frá landnámstíð ella eldru miðøld. Hestur er útoyggj, 18 merkur stór, harav 7 merkur kongs. Oyggin er rættiliga høg (421 m), og í erva er hon ein stórur slætti við fleiri smáum og vøkrum vøtnum. Hægstu støðini á oynni eru Eggjarók og Múlin. Vestursíðan í Hesti er brættlendi, har einaferð var nógvur lomvigi í berginum. Oyggin er vøkur og har er nógvur heiðafuglur. Í bygdini hoyrist songurin frá heiðafuglinum sjáldsama væl. Uppi á oynni, omanfyri bygdina liggur m.a. Fagradalsvatn, eitt stað, ið nógv ferðafólk vilja uppliva. Hestbjørgini hava leingið verið eitt væl vitjað ferðamál, og nú eru røddir frammi um, at útbyggja hesar útferðir til gongutúrar runt alla oynna. Elsta búplássið man hava verið á syðsta enda á oynni, úti á Hæli, tí har finnast leivdir eftir fornari búseting, og har er besti sólagangur, so korn hevur búnast væl. Men av tí at eingir møguleikar eru at søkja sjógvin haðani, eru hestmenn fluttir hagar, bygdin nú er. Í sambandi við, at nýggj ferjuhavn, Gamlarætt, varð gjørd á vestursíðuni á Streymoynni, og nógv grót mátti spreingjast burtur, varð ein partur av hesum gróti førdur yvir um Hestsfjørð og nýttur til nýggja havn í Hesti, sum hevur givið sjóvinnuni og samferðsluni við oynna stórar fyrimunir. Hóast bygdin er lítil, undir 50 fólk, hevur hon svimjihøll. Hestmenn liva av fiskivinnu og landbúnaði, men eins og í Skúgvi er vestursíðan á Hesti bratt berg, og fuglaveiðan hevði rættiliga stóran búskaparliga týdning fyrr, serliga lundafleyggj. Í fuglabjørgunum eigur alskyns bjargafuglur, m. a. er nógvur lomvigi. Teir gomlu søktu bjørgini, og hetta lá væl fyri, tí gongt var um stóran partin av teimum. Men bakkin er leysur - fyri einum 200 árum síðani tóku bjørgini at leypa víða hvar undir oynni. Í Hestbygd er vinnuvegurin seyðahald og útróður. Umframt hetta eru nøkur almenn parttíðarstørv. Samferðslan ger, at tað ikki gjørligt hjá familjum at búgva í oynni og røkja starv o.a. í Havn, tí eru tað fá sum ferðast í millum til arbeiðis. Hestur liggur bert eitt hanagleiv frá Streymoynni og øllum teimum vælferðarmøguleikunum sum eru har. Hendan stutta fjarstøða til meginlandið kann á ymiskan hátt gagna Hestbygd, m.a. kunnu góðir flutningsmøguleikar skapa grundarlag fyri ymiskum vinnugreinum. Bátahylurin og havnarlagið er fyrsta stigið á leiðini. Útróður var einaferð høvuðsvirksemi á oynni og kann við tillaging til broyttu krøvini aftur gerast ein partur av bygdarlívinum, men ferðavinna er helst tann vinnugvegur, sum í dag er mest sannlýkur. Landafrøði. Oyggin er long og smøl, hægstu støð eru Eggjarók og Múlin, bæði 421 metrar. Oyggin er sløtt omaná - sunnarlaga eru smá vøtn, t.d. Fagradalsvatn og Hálsvatn. Norðari partur av Hesti er høgur og brattur, meðan lendið lækkar longur suður ein kemur. Øll vestursíðan er høgur bakki. Har eru fýra stakkar, m. a. Álvastakkur við Álvagjógv. Hestur er vøkur 421 metrar høg oyggj. Oyggin er rættliga høg, og í erva er hon ein stórur slætti við fleiri stórum og smáum vøtnum. Hests kirkja. Sí høvuðsgrein: Hests kirkja. Kalsoy. Kalsoy er ein long og smøl oyggj, sum eisini er tann vestasta av teimum seks Norðuroyggjum. Til víddar er hon 31 ferkilometrar, og vegasamband og fýra tunlar gera tað koyrandi millum allar bygdirnar. Hon hevur 4 smáar bygdir, sum eru bundnar saman við vegum og 4 tunlum. Best kenda søgnin úr Kalsoynni, er søgnin um Kópakonuna í Mikladali. Í Kalsoy er bert ein kommuna, sum er Húsa kommunu, ið fevnir um bygdirnar Húsar og Syðradal. Áður var eisini Mikladals kommuna, sum fevndi um bygdirnar Mikladal og Trøllanes, men hesar bygdir eru nú partar av Klaksvíkar kommunu. Í teimum fýra bygdunum búgva tilsamans 95 fólk, harav búgva 62 fólk í Húsa kommunu, 48 á Húsum og 14 á Syðradali, 53 fólk búgva í Mikladali og 24 á Trøllanesi. Landafrøði. Kallsoyggin er ein smøl norð- suðurgangandi fjallarøð og ikki javnt høg. Norðantil, serliga vestursíðan, er høgt berg, men longur suðuri lækkar bergið og verður til brattar líðir og skorar, undirhagin er lítil á verstursíðuni. Eystursíðan er meira grøn og ikki so brøtt. Á oynni eru í alt 11 dalar. Oyggin verður meira høglig longur suður ein kemur. Nestindar (788 m.) eru hægsta fjall á Kalsoynni. Næsthægsta fjallið er Botnstindur, sum er 743 m. høgt. Navnið hevur Kalsoy eftir Kallinum, sum var drangur norðast á oynni. Djóra og plantulív. Á Kallsoynni er nógvur haga/landfuglur. Norðantil er nógvur bjargafuglur. Haran er einasta villini súgdjórið á oynni, og hvørki mýs ella rottur finnast, hóast rotta finst á øllum grannaoyggjunum. Plantulívið er áhugavert og fleiri sjáldsamar plantur finnast bæði við Galvin og í norðasta parti av oynni. Kalsoyggin er einasta oyggin Føroyum, har tað er staðfest at øll fýra sløgini av føroyskum píli vaksa. Bygdir. Bygdirnar, ið allar liggja á eystursíðuni á oynni, eita Syðradalur, Húsar, Mikladalur og Trøllanes. Fyrr var eisini bygdin Blankskáli á vestursíðuni á oynni, men eftir ógvusligt skalvalop í 1809 flutti alt fólkið haðani og búsettist í Syðradali í staðin. Vinnuvegir. Kalsoy er eitt landbúnaðarøki; tey flestu ársverkini eru í landbúnaðinum, harnæst kemur arbeiðið á Smoltstøðini í Knúksdali. Onnur ársverk eru fraktkoyring, busskoyring og læraravstarvið. Parttíðarstørv eru í landbúnaðinum, hjá landsverkfrøðinginum, í handlinum, postútbering, heimahjálp, ein smiður, lastbilakoyring og nakrir eru sjómenn. Nøkur hava sítt dagliga yrki í Klaksvík og aðrastaðnis, onkur av hesum ferðast til arbeiðis og aftur, hvønn dag. Ferðavinnan er við at fáa fótin fastan, og virksemi hjá Sp/f Viljanum fevnur um mat og túrar í oynni. Smiðjan hjá Mikkjal á Trøllanesi er eisini eitt handverk- og ferðavinnutiltak, umframt onnur ferðavinnutiltøk sum eru ávegis. Síðani tunlarnir komu á oynni og lunnar vóru lagdir fyri góðum ferðasambandi, er virksemi økt. Nógv seyðahald er í oynni, og í Mikladals kommunu er eisini nógv neytahald. Har eru eini 40-50 neyt, av hesum eru 25 mjólkineyt, sum øll eru á Trøllanesi. Annars eru kalsoyingar til skipsfiskiskap, nakrir arbeiða í Klaksvík, og seinastu árini hevur eisini verið arbeitt við at sambinda allar bygdirnar í oynni við vegum og tunlum. Tað eru fýra tunlar í oynni, sum samanlagt hava eina longd uppá 5.500 metrar. Ein smoltstøð er í Knúksdali millum Húsar og Syðradal, og har arbeiða 5 til 10 fólk. Støðin framleiðir 1,7 millión smolt um árið. Koltur. Koltur liggur í ein útnyrðing stutt frá Hesti, sum er minsta bygda oyggj í Føroyum, 2,3 km² til víddar. 1 fólk býr fast alt árið í Koltri og hevur gjørt tað síðani 1997. Alt ferða- og flutningssamband við Koltur er við tyrluni hjá Atlantsflog. Hon flýgur mikudag, fríggjadag og sunnudag. Hesar dagar ber til at koma til Havnar og aftur sama dag. Til ber at sigla til Kolturs, men av tí at atløguviðurskiftini eru sera vánalig, er tað ikki gjørligt at koma við báti higar uttan í góðum líkindum, tá tað er kyrt. Onki alment ferðasamband er sjóvegis. Koltur er eitt serliga náttúruvakurt stað, umhvørvið alt lýsir føroyska søgu og siðir fleiri árhundrað aftur í tíðina. Møguleikarnir fyri náttúruupplivingum eru stórir, bæði við útferðum í bjørg og haga, men eisini á slættlendinum við gomlu bygningarnar og í fjøruni við tí hvíta sandinum. Har býr bert ein familja, sum hevur oynna í festi frá tí almenna. Umleið helvtin av Føroya jørð er almenn jørð, sum er býtt sundur í bóndagarðar, sum verða festir til ávísar bøndur. Ein av hesum gørðum er oyggin Koltur. Stórur partur av oynni er eitt høgt fjall, ið hevur givið henni navn, og navnið er av fornnorrønum uppruna, kemur av gamla orðinum "koltr", ið merkir fjallaknúkur. Koltur eins og Hestur er bygd longu í landnámstíð ella stutt eftir. Upprunaliga hevur oyggin verið ein garður, men hann er býttur í tveir garðar tíðliga í tíðini, og soleiðis eru komnir tveir býlingar. Tann upprunaligi eitur "Heimi í Húsi", og hin yngri "Norðuri í Gerðum". Seinri fóru hesir garðar aftur sundur, soleiðis at tað vórðu 4 garðar. Fólkatalið vaks og var um 50, tá ið tað var uppá tað mesta. Bóndahjúnini, sum nú eru, búgva "Norðuri í Gerðum", og við hjálp av peningaligum stuðli frá almennum og privatum peningastovnum og grunnum er sett í verk eitt arbeiði at seta tann eldra býlingin, "Heimi í Húsi", í upprunaligan stand við sethúsum og úthúsum. Ætlanin við hesum er at varðveita ein gamlan føroyskan býling. Kunoy. Kunoy er tann í miðal hægsta oyggin í Føroyum, har 6 av fjøllunum røkka upp um 800 m. Kunoy er sum eitt høgt fjall, øll sum hon er, men norðan fyri bygdina Kunoy gongur ein trong, djúp gjógv, Skarðsgjógv, tvørtur um oynna. Suðurendin á Kunoy eitur Brattanes, og norðurendin Kunoyarnakkur, hann er hægsta forberg í Føroyum - 820 m. Oyggin hevur tvær bygdir, Haraldssund og Kunoy bygd, sum við byrging og tunnli hava fingið vegasamband við Klaksvíkina. Navnið hevur hon av einum drangi við norðurendan, sum eitur Konan. Hægstu fjøll á Kunoynni eru Kúvingafjall 831 m, Havnartindur 820 m og Urðafjall 817 m. Kúvingafjall er hægsta fjall á Kunoynni. Millum Borðoy og Kunoy er Haraldssund og Pollurin. Pollurin er millum Kunoyagalv, suðursíðuna á Kunoynni, og Borðoynna, og frá Pollinum norðureftir, millum Borðoynna og Kunoynna er Haraldssund. Í Haraldssuni frá bygdini Ánunum á Borðoy og norður um bygdina Haraldssund á Kunoynni rekur nakað hart, norðari í sundinum er lítið og einki rák. Navnauppruni. Eystanvert við Kunoyarnakk er ein drangur, sum eitur Konan, eftir honum eitur oyggin "Kunoy". Landafrøði. Við seks fjøllum yvir 800 metrar er Kunoy í miðal Føroya hægsta oyggj. Norðast á Kunoy er Kunoyarnakkur, sum rísur steyrrættur 819 metrar upp úr Norðuratlantshavinum. Á Kunoyarnakka er ríkt fuglalív – lundi, rita, lomvigi og onnur fuglasløg búleikast har. Nú eru tvær bygdir í Kunoy – vestanfyri er Kunoy, uppkallað eftir oynni, og eystanfyri er Haraldssund, uppkallað eftir sundinum millum Kunoy og Borðoy. Tað slepst í oynna tvørtur um eina byrging millum oyggjarnar. Tú sleppur vesturum oynna ígjøgnum tunnil, sum gongur tvørtur gjøgnum oynna. Tann triðja bygdin, Skarð, sum var norðan fyri Haraldsund, var avtoftað á vetri 1919. Bygdir. Á Kunoynni eru tvær bygdir - Haraldssund á eystursíðuni og Kunoy bygd á vestursíðini. Fyrr var ein bygd aftrat á eystursíðuni, sum æt Skarð, men har býr eingin nú. Lítla Dímun. Lítla Dímun er minsta oyggj í Føroyum, bert 0,82 km² til víddar, men hon er 414 m høg. Har hevur ongantíð búð fólk, tí oyggin er so brøtt og ring at koma til, bert uppi á kollinum er ein lítil slætti. Men oyggin ber um 270 áseyð, og fuglur, serliga lundi, er nógvur. Lítla Dímun kann eisini vera vandamikil at sleppa uppá við sínum brøttu 414 metrum. Tey, sum eiga Lítlu Dímun, íbúgvarnir í Hvalba og Sandvík, tóku í 2008 stig til eina ferðafólkaverkætlan, sum skal veita pening til viðlíkahald av oynni og til bygdirnar báðar. a>. Hvalbingar keyptu hana á uppboðssølu 24. august í 1850 frá kongi, og síðan hava teir fingið seyð, fugl og egg úr oynni. Lítla Dímun var eisini kongsjørð, men av tí at ringt var at fáa nakran at festa oynna, vildi kongur selja hana. Tað vóru suðuroyingar og fyrst og fremst hvalbingar, ið høvdu leigað og brúkt oynna, og í 1850 varð uppboðssøla hildin í Hvalba. Faktorin við kongaliga úthandilin á Tvøroyri bjóðaði móti hvalbingum og sandvíkingum, ið høvdu tikið seg saman í felag, og tí mundi prísurin koma so høgt upp. Hvalbingar og sandvíkingar áttu hægsta boð, næstan 5000 rbd (10.000 kr.) Oyggin hevði eitt serligt seyðaslag, sum ikki er til longur. Seyðurin líktist geitum, hevði svarta og snøgga ull og var smærri enn seyðurin í dag. Hetta var styggur seyður og tí ringur at fáa í rætt. Nøkur ár eftir at kongur hevði selt oynna, varð hetta seyðaslag tikið av. Tað, sum ikki fekst í rætt, varð skotið niður. Tríggir útstappaðir seyðir av slagnum finnast í dag á Føroya Fornminnissavni. Ávísingar úteftir. * Mykines. Mykines er vestasta oyggj í Føroyum, og har búgva 13 fólk. Mykines er við sínum umleið 11 km2 eyðkend við sínum ríka fuglalívi. Her heldur súlan til saman við ørgrynnu av lunda og øðrum fugli. Oyggin er fevnd av lívi og ljóði allan sólarringin. Millum Mykines og Vágar er Mykinesfjørður, og hólmurin er skildur frá oynni av Hólmgjógv, men millum hólmin og oynna er brúgv. "Súlan" siglir summarhálvuna. Um veturin er tað tyrlan, ið røkir farleiðina. Tyrlan flýgur hvønn mikudag, fríggjadag og sunnudag, alt árið við fólki og farmi. Mykines er umleið 11 ferkilometrar til støddar og er tann oyggin, ið liggur longst vesturi í Føroyum. Á henni búgva umleið 10-15 fólk (2006), hóast har eru eini 40 hús. Ein skúli er á oynni, bygdur í 1894 og ein kirkja, bygd í 1879. Hóast fá fólk búgva á oynni, so koma nógv fólk har um summarið, og fyri 60 árum síðani búðu millum 160 og 180 fólk har. Har er nógvur fuglur og eisini ganga yvir 1000 seyðir har. Mykines er eisini kend orsakað av málaranum Sámal Joensen-Mikines, ið man vera ein av teimum kendastu í Føroyum og verður oftani bara nevndur "Mikines". Hann varð føddur í 1906, búði í Innistovu og í dag er verksmiða hansara eitt gistingarhús og eitur Kristianshús. Mikines hevur málað yvir 25 málningar, og eru teir sera eftirspurdir í Føroyum. Søga. Fyrstu ferð navnið kemur fram er í miðalaldarbrævinum, "Skipan um tingfaratoll" frá umleið 1400. Í jarðar- og roknskaparbókunum frá 1584, sum eru skrivaðar á donskum, finna vit formin "Myggennes". Navnið Mykines hevur verið nógv umrøtt millum granskarar. Ósemja er um, hvat navnið merkir. Plantufrøðingurin Jóhannes Jóhansen vísir í sínum kanningum á, at menn eru byrjaðir at dyrka havra í Mykinesi umleið ár 650 – "menn" vil í hesum føri óiva siga keltar, serliga munkar og eremittar. Tað norrøna landnámið kom umleið 2 øldir seinni og er sermerkt við at dyrka bygg. Innanfyri hesar báðar øldir hava keltar búðsett seg í Føroyum, og hava millum annað lagt eftir seg staðarnøvn. Mykines hevur – eins og hinar útoyggjarnar – verið fyri stórum broytingum. Tað mesta av fólkinum er flutt inn á fastlandið. Ein orsøk til hesa fráflyting er, at einki var at forvinna á útoyggjunum. Fyri at fáa eina fatan av, hvussu ógvislig hendan minking í fólkatali hevur verið innan fyri eitt stutt áramál, skulu nevnast nøkur íbúgvaratøl. Í 1925 búðu 179 fólk í Mykinesi, í 1979 vóru 35 fastbúgvandi og í 1999 búðu 7 fólk har versturi. Innanfyri 70 ár er fólkatalið minkað niður í nærum einki. Men eina ferð hevur ríkt felags- og bygdalív verið har – tað ber kirkja, skúli, dansistova og svimjihylur boð um. Hin 26. september 1970 rendi eitt flogfar hjá Flogfelag Íslands við 34 fólkum umborð á fjallið Knúk. Flogskiparin, íslendingur, og 7 føroysk ferðafólk doyðu. Vinnuvegir. Vinnuliga virksemi í Mykinesi er landbúnaður, 3 kongsfestir eru. Hóast landbúnaðurin er ein uppløgd vinnugrein í Mykinesi, eru eisini serliga góðir møguleikar í einari komandi ferðavinnu. Mykines er væl umtókt ferðamál, bæði hjá føroyingum og útlendingum. Umleið 10.000 ferðafólk eru í Mykinesi um árið. Ferðafólkastreymurin til Mykinesar er vaksandi men verður hendan vinna málrættað og samskipað kann hon gerast inntøkugrundarlag bæði hjá íbúgvunum og hjá kommununi. Av øðrum virksemi er umsiting av strandferðsluni, posti, tyrlupalltænasta, SEV, o.l. Hartil er Kristianshús, sum veitur innivist og tænastur til vitjandi. Arbeitt verður í løtuni við at byggja gistingarhús, savn og atelier. Hetta er eitt tiltak, ið er málrættað ferðavinnuni. Mykines er á allan hátt eitt náttúruvakurt stað. Og serstakliga áhugaverd hjá ferðafólki at vitja. Tað er serliga Mykineshólmur við og súlunum og vitanum, eins og tað stóra og lætt atkomiliga lundalandið sum dregur. Náttúran er fjølbroytt og stórbar, fuglameingið er stórt eins og plantulívið. Bygdin er gomul og hevur eina ríka søgu. Alt umhvørvið ber boð um eina gamla sagnbundna oyggj, har fólkið hevur búleikast undir serliga óhøgligum korum. Talið á ferðafólki til Mykinesar er meira enn tvífaldað tey seinastu fimm árini 2014-2019. Háárstíðin er frá mai til august, og í 2014 ferðaðust 12.500 fólk til Mykinesar. Í 2019 er talið hægri enn 29.000. Nólsoy. Nólsoy er ein av smáu oyggjunum í Føroyum, 10 km² til víddar, og liggur stutt eystan fyri høvuðsstaðin Tórshavn. Hóast Nólsoy er 371 metrar høg, so er hon tann lægsta av øllum 18 oyggjunum í Føroyum. Í 2004 kom Nólsoyggin uppí Tórshavnar kommunu eftir at hava verið sjálvstøðug kommuna. Tó at eingin býráðslimur er nólsoyingur er ein fólkavald staðbundin nevnd mannað við nólsoyingum, sum ráðgevur býráðnum í málum, sum viðkoma nólsoyingum og Nólsoynni. Fólkatalið í oynni, tá ið tað var størst (1970), var um 350, men sum í øllum teimum smáu oyggjunum er tað minkað, og í 2014 búgva umleið 220 fólk í Nólsoy. Í sanginum hjá Hans Andreasi Djurhuus "Lítið yvir Føroyaland" tekur hann soleiðis til: "Nólsoy ryggin úr sær spennir, stendur stinn - so long og mjá, verjir fyri Havnarvág". So einfalda og sigandi lýsing kann bert eitt skald gera. Vit fáa at vita, hvussu oyggin sær út, og hvønn týdning hon hevur fyri høvuðsstaðin Tórshavn. Um oyggin ikki var, so var Tórshavn ikki høvuðsstaður Føroya. Um ár 1400 er navnið á oynni skrivað "Nors-oy", og málfrøðingar halda navnið hava fornnorrønan uppruna í týdninginum tann smala ella mjáa oyggin. Serliga mjá og lág er hon, har bygdin liggur. Ja, tá ódnarveður er eystaneftir, hendir tað seg, at tað brýtur tvørtur um tað lægsta. Mitt í bygdini, har oyggin er smalast, var inntil 1984 "Holið". Hol kom í oynna umleið 1900, tá lendið byrjaði at máast undan av veðri og sjógvi. Fyrrapartin mánadagin 4. oktober 1984 var so nógv máað undan, at holið datt saman. Í dag er fótbóltsvøllur, har Holið var. Vitin á Borðuni. Í 1893 bygdi danska Farvandsvæsenet vita syðst á Nólsoy, og hann er tann størsti í kongaríki Danmarkar. Vitin á Borðuni varð bygdur í 1893. Djóralív. a> í verðini, eini 50 000 pør. Drunnhvítastovnurin í Nólsoy er eitt náttúruvirði í heimsflokki, tí talan er um heimsins størsta drunnhvítabøli. Í juli og august 2012 vórðu drunnhvítar taldir í Urðini í Nólsoy. Økið var 106 000 m2. Hetta er fyrstu ferð, ein tílík teljing verður gjørd í Føroyum. Drunnhvíti býr í holum og undir steinum og kann tí ikki teljast beinleiðis. Náttúrugripasavnið, sum hevur gjørt teljingar av drunnhvíta í Nólsoy, hevur mett, at umleið 50 túsund pør av drunnhvíta eiga í Nólsoy. Harumframt eru umleið 30 túsund pør av lunda. Nólsoy hevur eisini fyrsta staðfesta villstovnin av vanligum froski í Føroyum. Sandoy. Sandoy er oyggj sunnan fyri Streymoynna. Í sýsluni, ið telur Sandoy, Skúvoy og Stóru Dímun, búleikast um 1500 fólk í 7 bygdum. Her sum aðrastaðni er fiskivinnan álitið, men eisini er góð landbúnaðarjørð her og fleiri stórir garðar. Økið er sera áhugavert, bæði søguliga og fornfrøðiliga. Í Húsavík eru toftirnar eftir mætu Húsfrúnni, heima á Sandi vita fornfrøðiligar rannsóknir at siga frá, at bygdin man vera ein av elstu bygdum í Føroyum. Úti í Skúgvi búði Sigmundur Brestisson og í Dímun kenna vit søgnina um Anniku, sum mátti lata lív fyri kærleikans skuld. Lætt er at ferðast, bæði til og í Sandoynni. Gott ferðasamband er av Gomlurætt, og bussar koyra til allar bygdir. Av Sandi ber til at sleppa til Skúvoyar við Sildberanum og her ber til at síggja Sigmundarstein og Rannvátoftir. Búskapur. Í Sandoyar Sýslu er meginvinnan fiskivinna. Eitt flakavirki er á Sandi og eitt er í Skopun. Sandoy Seafood eigur og rekur bæði virkini. Har starvast nógv fólk, og skip og bátar í Sandoynni landa til flakavirkini bæði. Handilslív er eisini í Sandoynni: Nevnast kann m.a. Klædnahandlar, Matvøruhandlar, Føroya Banki, Føroya Sparikassi, Postverk Føroya, Sandoyar Kunningarstova, Sandoyar Sjúkrakassi, Rúsdrekkasøla Landsins, Kommunuskrivstovur í hvørjari bygd, Sjúkraflutningstænasta, Læknaviðtala, Bókhaldsvirki, Skúlar, Bakarí, Grótvirki, Lívfiskastøð, Festibóndar, Barnaverndartænasta, Tilhaldið Hugnin, Timburhandil, smiðir, Multi-tænasta, Barnagarðar, Spælistova, Ítróttarfelag og Landsverk. Landalæra. Náttúran á Sandi er sera stórbær, serliga fuglabjørgini á vestursíðuni á oynni. Til ber at síggja hesi bjørg við ferðaleiðara um summarið. Tá siglur báturin Hvíthamar við ferðafólki runt oynna. Við til Sandoyar Sýslu hoyra Sandoy, Skúvoy og Stóra Dímun. Í Sandoyar Sýslu búgva tilsamans 1.212 fólk (1. juni 2006). Skúgvoy. Skúvoy er ein útoyggj vestan fyri Sandoynna. Skúvoyggin er sera kyrruvont pláss, men frá seinnu helvt av 1960'unum og til dagin í dag, er rættiliga nógv gjørt fyri at bøta um lendingarviðurskiftini. Skúvoy liggur ímillum Stóru Dímun og Sandoy. Tað er ein grøn vøkur oyggj við einari fjølbroyttari og stórslignari náttúru. Fuglameingið er stórt, og bjørgini bera nógvan fugl. Tey seinnu árini hevur tó verið afturgongd, serliga í lomvigastovninum. Skúvingar hava, sum kent er, tikið bæði egg og fugl, hetta hevur verið eitt gott ískoyti til húsarhaldið. Landbúnaður er eins og á hinum útoyggjunum tað, sum tey flestu takast við. Av øðrum virksemi eru tænastur fyri strandferðsluna, avgreiðsla av tyrluni, skúlaverkið og innan heilsurøktina. Í Skúvoy eru góðir møguleikar fyri framburði og menning. Landbúnaðurin kann við betur fyriskipanum gerast ein lønandi vinna. Tað tilfeingi, sum oyggin hevur, kann gagnnýtast til fulnar, tá umstøður fyri framleiðslu undir heilsufrøðiligum góðkendum umstøðum vera til staðar. Ferðavinna er ein góður møguleiki í Skúvoy. Sildberin røkir farleiðina eftir sjónum til Skúvoyar, allir túrar undantikið ein hvønn yrkadag eru við tilkalling. Tyrlan røkir loftvegis sambandið, mikudag, fríggjadag og sunnudag. Ritan siglir við farmi av Havnini eina ferð um vikuna. Søga. Hóast smæðin í stødd, bert 10 km2 ella 60 merkur, er Skúvoyggin ofta nevnd í fornu søguni. Tað kemst av tí, at oyggin alt frá søguligari tíð gjørdist høvdingasetur. Her búsettust brøðurnir Beinir og Brestir. Miklir menn í mæti og ikki minni virdir og kendir sum hirðmenn Hákun Jals í Noregi. Sigmundur og Tórur, synir hjá Bresti, vuksu upp í Skúvoy. Sigmundur er grivin í Ólansgarði í Skúvoy, og har stendur gravsteinur sum minni um hann. Sigmundur var hann, ið læt fyrstu kirkjuna byggja úti í Skúvoy. Eisini er nýliga reistur minnisvarði um Sigmund: Ein standmynd av Sigmundi sum smádrongur. Stóra Dímun. Stóra Dímun og Lítla Dímun eru millum minstu oyggjar í Føroyum og liggja millum Suðuroy sunnanfyri og Skúvoy og Sandoy norðanfyri. Stóra Dímun, vanliga rópt Dímun, er 2,65 km² stór og 395 m høg. Hon hevur verið hildin at vera ein góð oyggj, tí hagin er sum bøur, og fuglurin, serliga lundi og ryta, er óføra nógvur. Áseyðatalið er um 400. Stóra Dímun er eitt sjálsamt stað at búsita í ár 2011. Tað at liva á einari so fjarskotnari oyggj við steyrrøttum bergið snipst í havið, við einum grønum kolli omaná, er bert fáum beskorið. Umhvørvið er ikki bert sjálsamt og serstakt men vakurt og avbjóðandi í sama andadrátti. Fuglalívið er fjølbroytt og nógv er av bjargafugli. Almenna samferðslan til Dímun er einans við tyrluni hjá Atlantsflog. Ferðasamband er 3 ferðir um vikuna, mikudag, fríggjadag og sunnudag. Bert mikudag ber til at koma til og frá Dímun sama dag. Uttanfyri hesar tíðir kann ikki komast til og av oynni. Av tí at oyggin er illa atkomulig frá sjónum er lítið og onki sjóvegis samband. Tyrludeildin er altíð lagalig at heita á, um okkurt serligt er. Navnauppruni. Málfrøðingar siga, at navnið "Dímun" hevur keltiskan uppruna. Fyrra stavilsi - "dí" ella "di" - týðir "tvey, tvær" ella "tveir", meðan seinra stavilsi - "mun" - er ein leivd av keltiska orðinum "muinn", ið týðir "nakki, ryggur" ella "hædd". Tvs. at Dímun týðir "tveir nakkar, tveir ryggir" ella "tvær hæddir", og var upprunaliga samheitið fyri báðar oyggjarnar, Stóru- og Lítlu Dímum. Hetta gæliska nevnið ið er vanligt í Írlandi gongur eisini aftur í Íslandi og Hetlandi. Søga. Hóast oyggin er ring at koma til, hevur fólk búð har líka frá landnámstíð. Hon er nógv umrødd í Føroyingasøgu, sum viðger tíðina í Føroyum í 10. og 11. øld. Tá búðu brøðurnir Brestir og Beinir í Skúvoy, og teir høvdu eisini búgv í Dímun. Ófriðarligar tíðir vóru og menn samdust illa. Brestir og Beinir vórðu dripnir, og tá tók Havgrímur úr Suðuroy ræði í Dímun. Sonur hansara, Øssur Havgrímsson bygdi virki í oynni, men hann var dripin av Sigmundi Brestissyni. Í miðøld varð oyggin kongsjørð og hevur síðani verið ein bóndagarður. Fyrr var skuldi nógv fólk til garðin, og fólkatalið lá um 20-25. Garðurin hevði eisini kirkju frá gamlari tíð, men hon var tikin niður í 1922. Veggirnir standa tó uppi enn. Tað vandamiklasta arbeiðið var fuglaveiðan, og vanlukkur hava verið mangar, serliga í 19. øld og fyrst í 20. øld, tá fullu 17 menn. Teirra millum var sóknarpresturin, sum fall í Kleivini í 1874, tá ið hann var á veg av aftur oynni. Uppskrivað er at ein (helst seinasti) gorfuglur varð fingin í Stóru Dímun 1. juli 1808. Vinnuvegir. Dímun er eitt festi, sum er fulltíðarstarv hjá festaranum. Seyðahald er høvuðsgrundarlagið afturat einum ískoyti frá fuglaveiðu. Onkur parttíðarstørv eru á oynni, m.a. at passa elverkið hjá SEV og at avgreiða tyrluna. Nógv virksemi er í Dímun. Tað verður bygt eitt framleiðsluhús, ið umfram at skula hagreiða kjøt og fugl, eisini rúmar einum garvaríði. Skinnini verða seld á meginøkinum. Av tí at Stóra Dímun bert er eitt festi og tær náttúruskaptu fortreytirnar avmarka vinnumøguleikarnar, kann oyggin bert uppihalda einari familju. Men søgu- og mentanarliga sæð er tað av stórum týdningi, at oyggin framhaldandi verður búsett, og tí er tað umráðandi at skapa tær neyðugu fortreytirnar fyri hesari búseting. Í Dímun eru tey farin undir at útvega orku við hitapumpu, ið er ein luft til vatn skipan. Hetta er eitt royndartiltak, ið hevur til endamál at spara olju, ið er sera trupul og dýr at fáa til oynna. Keldur. * Streymoy. Streymoy er størsta og fólkaríkasta oyggj í Føroyum. Úr suðurendanum, Kirkjubønesi, og norður í Tjørnuvíksstakk eru 48 km, og har, sum hon er breiðast, er hon 14 km. Kopsenni (789 m) er hægsta fjall á Streymoynni. Streymoyggin er ein sýsla, sum tann einasta sýslan í Føroyum er hon býtt sundur í tvey valdømi. Tveir tingmenn verða valdir í Norðstreymoyar valdømi, meðan átta tingmenn verða valdir í Suðurstreymoyar valdømi. Streymoyggin liggur millum Vágar og Eysturoynna. Fjøllini eru nógv, og helst norðuri á oynni eru tey høg, um ikki so høg sum í Eysturoynni ella Norðoyggjum. Nøkur av teimum hægstu eru Skælingsfjall 768 m, Sneis 745 m, Ørisfelli 748 m, Koppenni 790 m og Melin 764 m, tey eru øll í Norðstreymoy. Tveir djúpir firðir skera seg inn í oynna - Kollafjørður og Kaldbaksfjørður. Aðrar víkir eru Vestmanna, Sjeyndir, Hvalvík, Saksun og Tjørnuvík. Stórir dalar eru til dømis Saksunardalur, Havnardalur og Kollfjarðardalur. Í Kollfjarðardali er Leynavatn, og í Saksunardali er Saksunarvatn. Stórar áir eru Klúftá og Fossá við Haldarsvík, Stórá við Hvalvík, Heljareyga og Fossá við Vestmanna, Sandá við Tórshavn og Leynará við Leynar. Norðast á Streymoynni er víkin Sjeyndir. Eystan fyri Sjeyndir er Tjørnuvíksstakkur, hann er norðasti steinur á Streymoynni. Vestan fyri Sjeyndir er hitt prúða forbergið Mýlingur 564 m. Vestan fyri Mýling stendur ein høgur drangur, sum nevnist Stapin, og norðanfyri er ein høgur langur steinur, sum eitur Skeiðið. Úr Mýlingi suður á Múlan, sum er vestasti oddi á Streymoynni, eru óføra prúð fuglabjørg - Vestmannabjørgini, Saksunarbjørgini og Tjørnuvíksbjørgini. Bygdir. Argir, Haldarsvík, Hoyvík, Hósvík, Hvalvík, Hvítanes, Kaldbak, Kaldbaksbotnur, Kirkjubøur, Kollafjørður, Kvívík, Langasandur, Leynar, Norðradalur, Saksun, Signabøur, Skælingur, Stykkið, Streymnes, Sund, Syðradalur, Tjørnuvík, Tórshavn, Velbastaður, Vestmanna, Við Áir. Suðuroy. Suðuroy er syðsta oyggj í Føroyum (uttan um Flesjarnar). Landslagið í Suðuroy er sermerkt av djúpum firðum. Umframt framúrskarandi landslagið kann oyggin bjóða eitt breitt úrval av áhugaverdum tilboðum, frá søguríku Sandvík í norði til náttúruvøkru Sumba í sunnan. Størstu býirnir, Tvøroyri og Vágur, liggja við firðir umgirdir av fjøllum. Vegir eru millum allar bygdir og býir, og ganga hesir gjøgnum bergtakandi náttúrufyribrigdir. Norðastu bygdirnar, Hvalba og Sandvík, hava samband við hvørja aðra gjøgnum eitt av landsins elstu bergholum. Úr hesum bygdum er vakurt útsýni til Føroya einastu mannleysu oyggj, Lítla Dímun. Hvalba er einasta pláss, har enn verður arbeitt á kolinum. Hov telist millum elstu bygdir í Suðuroy. Og var Hov høvuðssæti hjá Havgrímur í víkingatíðini, sum eisini er grivin í Hovi. Porkeri er kend fyri sína sermerktu og vøkru trækirkju frá 1847. Sunnast á oynni liggur Sumba, ið fostrað hevur eitt av Føroya mætastu skaldum, Poul F. Joensen. Á veg til og úr Sumba eftir gamla fjallavegnum er Beinisvørð, 470 m høgt, Føroya næsthægsta fuglaberg, sum alkent er fyri sín vakurleika. Suðuroyggin er tann oyggin í Føroyum, sum liggur longst burturi frá meginøkinum. Ferðasamband er sjóvegis við Smyril og luftvegis við tyrluni. Smyril siglir 2-3 ferðir um dagin av Krambatanga og tyrlan flýgur 2-3 ferðir um vikuna úr Froðba. Frástøðan til meginøkið er ein av orsøkunum til, at fólkatalið í Suðuroynni er minkað rættiliga nógv seinastu árini. Fólkatalið í Suðuroy er minkað 16 prosent í árunum frá 1985 til 2007. Í sama tíðarskeiði er talið á fólki undir 20 ár minkað 31,5 prosent, og aldursbólkurin 20 til 39 ár minkaður 24,8 prosent. Suðuroyarmál er einki sjálvstøðugt tungumál, men eitt føroyskt málføri eins og havnarmál, norðuroyamál, vágamál, o.s.fr. Landafrøði. Ímeðan fólkatalið í miðstaðarøkinum í Føroyum alsamt økist, so er støðan verri fyri Suðuroynna. Hesi seinastu 30 árini 1985 til 2015 er fólkatalið í til dømis Streymoyarøkinum vaksið við 22 prosentum. Tilsamans eru 4.189 fólk fleiri í Streymoyarøkinum, har fólkatalið er farið úr 18.852 fólkum í 1985 upp í 23.041 fólk við árslok 2014. Fólkatalið í Suðuroy er fallið við 1.233 fólkum. Í 1985 var fólkatalið í Suðuroy 5.882, í 2015 er tað fallið niður á 4.649. Eitt fall í fólkatalinum uppá heili 21 prosent. Tað vil siga at Suðuroyggin hevur mist fimta hvønn íbúgva hesi seinastu 30 árini. Bygdir. Sandvík, Hvalba, Trongisvágur, Tvøroyri, Froðba, Øravík, Fámjin, Hov, Porkeri, Vágur, Nes, Akrar, Lopra, Víkarbyrgi, Sumba. Svínoy. Svínoy hevur fingið navn av svínahaldi, sum var vanligt í Føroyum í víkingatíðini og inn í miðøldina. Eitt annað hugskot sigur, at "svín" í hesum førinum sipar til ein trýkant (sum í "svínafylking"), og kemst av skapinum á fjallinum Keldufjall. Svínoyggin stendur eins og Fugloyggin bert av teimum ovastu basaltfláunum, og er jarfrøðiliga eitt áhugavert stað. Náttúran er sera fjølbroytt. Fram við sjóvarmálanum er bratt og illgongt, meðan tað omaná er slætt við stórum fløtum. Fuglameingið er fjølbroytt og nógv er til av heiðafugli. Føroya størsta koloni av Skúgvi finnist her. Eisini er plantulívið fjølbroytt og serstakt. Sjáldsami runnurin Baraldur veksur uppi á oynni. Másin siglir úr Hvannasundi hvønn dag, eftir ferðaætlan. Tyrlan hjá Atlantsflog flýgur mikudag, fríggjadag og sunnudag. Ein lastbilur førir farm og ferðagóðs ímillum lendingina og bygdina. Arbeitt hevur leingið verið við at bøta um samferðsluna m.a. við at gera nýggja havn "yviri í Havn" og ein tunnil til Havnina. Politiskt hevur henda ætlan enn ikki fingið undirtøku. Svínoy er 27,4 km² til støddar. Oyggin liggur langt burtur frá miðøkinum, so fólkatalið er nógv minkað. 11. juni 2007 varð kunngjørt, at Svínoyar kommuna verður løgd saman við Klaksvíkar kommunu eftir komandi bygdarráðsval. Frá 1. janunar 2009 er Svínoy við í Klaksvíkar kommunu. Vinnuvegir. Størsta virksemið er í landbúnaðinum, men í dag er bert seyðahald í oynni. Mjólkakvotan varð seld fyri nøkrum árum síðani. Afturat hesum eru tey alemnnu parttíðarstørvini m.a. hjá strandferðsluni, postverkinum og tyrlu avgreiðslu. Í dag eru eingin børn í oynni og harvið eingin skúli. Tað verður arbeitt við at økja um ferðavinnuna, og bygdafólk hava í umbúna, at fara undir virksemi til frama fyri ferðavinnu. Landbúnaður hevur møguleika at økjast og gerast meira fjølbroyttur um so er, at fortreytir vera skaptar fyri hesum. Økt framleiðsla innan fiskaaling er uppløgd, men talan kann eisini vera um aðrar nissju vinnugreinar, tó alt hetta treytað av, at tað verður lættari at føra vøru til og frá staðnum. Arbeitt verður við at byggja eitt røktarheim í oynni. Vónin er, at hetta fera at bøta um arbeiðsmøguleikan hjá kvinnum, og gera at tey gomlu ikki noyðast av oynni. Hammershaimb um Svínoy. Tað er manna søgn, at Svínoy sum aðrar av oyggjunum var flotoy av fyrstu tíð. Hon kom upp fyri norðan, men sást sjáldan av fólki, tí at hon førdi sum oftast toku við sær, og var sjálv huld í mjørka. Nú skal sigast frá, hvussu til bar, at hon varð føst oyggj. - Í bygdini Viðareiði á Viðoynni áttu menn eina súgv, men ongan gølt, og tó varð súgvin kviðin á hvørjum ári og átti grísar. Allir undraðust mikið á hetta, og kundu ikki fáa skil á, hvussu hetta bar til. Fólk søgdu nú, at tey høvdu saknað hana stundum úr bygdini, men at hon tó altíð var komin skjótt aftur. Ein dagin fór hon kvikliga eystur ígjøgnum bygdina og yvir um eið móti Eiðsvík. Ein kona fekk fatur á henni og bant lyklakippu upp í halan á henni. Súgvin fór á sjógvin og svam frá landi. Nakað eftir hetta síggja menn á Viðareiði oyggj koma undan sunnanvert á eiðinum. Teir manna sum skjótast út bát og rógva at oynni, og nú kundu teir bæði finna hana og lenda á henni. Tá ið súgvin hevði borið jarn á hana, festist hon, og straks lýsti í mjørkanum, sum hevði ligið um hana. Og har hevur hon ligið síðani. Men teir kallaðu hana Svínoy, av tí hon var full av svínum, tá teir komu út á hana, og svín hevði fest hana í botn, so at hon ikki var flotoy longur. Men úti á henni var tað, at Viðareiðissúgvin hevði søkt sær brund. Skotagravirnar. 27 nov. 1786 fór "Skotaskipið" ið sluppin "Rachel" úr Stromness í Orknoyum vanliga verður nevnd í Svínoy, á land í "Skotabuktini". 22 mans vóru við, 3 bjargaðust og 17 lík vórðu funnin, hesir eru grivnir í "Skotagrøvunum" vestanfyri bygdina. Sunnudagin 28 aug. 2011 avdúkaði Stephen Hagan, Convener í Orknoyggjum, ein minnisvarða á staðnum, við minnisplátu ið býráðið í Stromness hevur latið gera. Keldur. V. U. Hammershaimb: "Færøsk Anthologi" Keypmannahavn 1891 - bind 1, s. 352 Vágar. Vágar er oyggj í Føroyum millum Mykines og Streymoy. Vágar er við sínum umleið 178 km2 triðstørsta oyggj í Føroyum, og her búgva umleið 3 túsund fólk. Vágar hevur vegasamband við meginøkið gjøgnum Vágatunnilin, sum var fyrsti undirsjóartunnil í Føroyum. Sambandið út í heim er eisini úr Vágum, har einasti flogvøllurin í Føroyum liggur. Vágar eru eyðkendar við stóru vøtnunum Leitisvatni og Fjallavatni umframt smærri vøtnum, har væl liggur fyri at fiska. Hetta er størsta óbygda øki í Vágum. Øll strondin norðanfyri, frá Gásadali í vestri til Sandavágs í eystri, liggur sum ein stór nátturupark og gevur ríkar møguleikar fyri upplivingum. Størsti hólmarnir í landinum liggja vestanfyri, Tindhólmur og Mykineshólmur. Gistingartilboð í oynni eru Hotel, Vallaraheim, camping, Ból og Biti og summarhús, møguleiki er at eta á matstovu og kaféteria. Serstakt fyri Vágar er einasti flogvøllur í landinum. Hóast oyggin ikki hevur nógv smá vøtn, so eru tey tvey størstu vøtnini, Sørvágsvatn og Fjallavatn her. Í 2003 fekk oyggin fast samband um undirsjóvartunnil til Streymoynna. Landafrøði. Norðasti landoddi er Slættanes, sunnasti Trælanípa. Móti landsynningi er Stakkurin og móti útnyrðingi Barðið. Uppi yvir Stakkinum stendur Trøllkonufingur. Vágar eru vøkur oyggj, her kunnu vit síggja stillar firðir, breiðar dalar, fuglaberg, høg fjøll, stór vøtn og stórar slættar. Langvegin gjøgnum oynna gongur ein breiður dalur, sum eitur Klovin, og í honum eru tvey størstu vøtn í Føroyum, Sørvágsvatn, studum kallað "Leitisvatn", og Fjallavatn. Úr Sørvágsvatni fellur Bøsdalafossur. Fjøllini eru breið omaná og ikki brøtt uttan tey í útnyrðingshorninum. Tey hægstu eru Árnafjall (722 m), Eysturtindur (715 m) og Malinstindur (683 m). Brøtt berg eru um allar síður á oynni fram móti Vestmannasundi. Størstu áir eru Sjatlá og Repsá. Vestur úr sunnara armi á Sørvágslendinum eru hólmarnir Tindhólmur og Gáshólmur. Millum Vágalandið og Tindhólm standa tveir sjáldsama vakrir drangar. Gáshólmssund millum Tindhólm og Gáshólm og Stórasund millum Tindhólm og drangarnar eru ikki farbar uttanfyri kunnigar menn í góðum veðri. Innanfyri drangarnar er Drangasund. Bygdir. 33,6 % av fólkinum í Vágum búgva í Miðvági, 33,7 % búðu í Sørvági og 28,4 % búðu í Sandavági. 4,3 % búðu samanlagt í hinum trimum bygdunum. Fólkatalið í oynni vaks við 293 fólkum frá 1. jan. 2010 til 1. januar 2020. Viðoy. Viðoy er ein oyggj í Føroyum, sum liggur í oyggjabólkinum ið verður nevndur Norðoyggjar, hon er 40,4 m2 til víddar. Viðoy hevur navn eftir tí nógva rekaviði, sum kemur á land í Viðvík á eystursíðuni á oynni. Høvuðsbygdin er Viðareiði, sum er kend fyri sín náttúruvakurleika og hevur verið prestasæti frá fornari tíð. Viðareiði er norðasta bygd í Føroyum. Norðan fyri bygdina røkkur Villingadalsfjall upp í 844 m hædd, tað hægsta fjallið í Norðuroyggjum og nr. 3 í Føroyum. Norðurendin á Viðoynni er Enniberg, sum reisur seg sum ein 754 m høgur og steyrrættur múrur upp frá sjónum. Sagt verður at Enniberg er eitt tað brattasta forberg í verðini, og tað hægsta í Evropa, sum liggur við opið hav. Viðoy er norðasta oyggj í Føroyum. Í august og september hoyrdust ógvuslig buldur á Viðoynni, á Viðareiði, og fólk føldu eisini ristingar við hvørt. Jarðfeingi var har norður og royndi at finna eina orsøk til buldrini og ristingarnar, men tey funnu onga orsøk. Buldrini hildu uppat aftur, eftir at hava vart í nakrar vikur. Bygdir. Á Viðoy eru tvær bygdir – Viðareiði norðanfyri og Hvannasund longur suðuri. Fjøll í Føroyum. Yvirlit yvir øll fjøll í Føroyum. Í einstøkum førum kann vera torført at avgera, hvat er eitt fjall. Til dømis er Krákan 821m, men verður ofta mett at vera ein tindur heldur enn eitt fjall. Vistfrøði. Vistfrøði er læran um sambandið ímillum alt livandi í náttúruni. Vistfrøði er læran um verur og samband teirra við tað sum er rundanum tær, av bæði livandi og deyðum. Av tí at hesin partur av lívfrøðini lærir okkum hvussu samanspælið er ímillum ymisk djóra-, plantu- og soppasløg o.s.fr. verður henda lærugrein nýtt sum grund undir ástøðinum fyri (m.a. mat og plantu) framleiðslu sum liggur so tætt uppat náttúrligari djóra- og plantuframleiðslu sum gjørligt. Tí hevur tílík framleiðsla, av órøttum, fingið heitið vistfrøðilig framleiðsla. Verri stendur tó til á enskum, har heiti "organic food" er at hoyra, t.e. lívrunnin matur. Vistfrøði eru nýggj vísindi, men tey eru týdningarmikil nú á døgum. Vistfrøði gevur okkum innlit í, hvussu alt lív í náttúruni er trytað hvørt av øðrum og av umstøðunum. Vistfrøði gevur eisini kunnleika um, hvussu vit fáa forðað fyri, at plantur og dýr verða týnd, og hvussu trupulleikar, ið standast av t.d. dálking, kunnu verða loystir. Plantur og dýr verða flokkað alt eftir, hvussu tey eru og starva í vistskipanini. Allur plantur fáa orku úr sólini og brúka hana at bera ávøkst. Tær verða tí nevndar framleiðarar. Allar plantur og øll dýr í sama øki eru eitt samfelag. Dýr og plantur í einum samfelag eru liðir í einari føðiketu. Ígjøgnum hesa føðiketu gongur orka um alt samfelagið. Føroyskt mál. Føroyskt er høvuðsmálið í Føroyum. Føroyskt er almenna málið í Føroyum, og tað er tjóðarmál føroyinga. Harafturat verður nógv føroyskt tosað í Danmark og Íslandi. Í Føroyum tosa 48.000 fólk føroyskt, í Danmark umleið 25.000 og í Íslandi umleið 5.000, so samlaða talið av fólkum, ið duga føroyskt liggur um 75-80.000. Føroyskt er tí í altjóða høpi eitt lítið mál. Føroyskt mál hevur fýra føll og trý kyn, og grammatiski málbygningurin líkist ógvuliga nógv íslendskum, meðan orðatilfarið og í summum lutum úttalan líkist norska landsmálinum. Venceslaus Ulricus Hammershaimb er kendur sum faðirin at skriftmáli føroyinga. Tað var hann, sum skapti okkum skriftmálið so at siga í sama líki, sum vit kenna tað í dag, og hann eigur soleiðis stóra æru fyri, at føroyingar varðveittu skriftmálið. Tað er einki at ivast í, at føroyska málið var fyri stórum hóttafalli, tá ið trúbótin uml. 1540 varð sett í gildi í Føroyum, tí tá fór prestaskúlin fyri bakka, soleiðis at kirkjumálið gjørdist danskt burturav. Flokkan. Føroyskt er eitt indo-evropeiskt mál. Føroyskt er eisini eitt norrønt mál. Tað hoyrir til Vesturnorrønu málættina (saman við íslendskum, norskum og hinum nú útdeyða norn). Vesturnorrønt, ofta eisini bara nevnt norrønt, er málið, ið talað varð í Noregi um tað mundið, norðmenn bygdu Føroyar, og nakrar øldir fram, t.e. úr 9. øld og upp til 1400. Úr hesum máli spruttu komandi øldirnar fleiri mál - føroyskt í Føroyum, norn í Hetlandi og Orknoyggjum, norskt í Noregi og íslendskt í Íslandi. Norðbúgvar, ið talaðu mál av norskari rót, búðu eisini í Grønlandi í nøkur hundrað ár, men málið doyði út við teimum móti endanum á miðøldini. Stóra broytingartíðarskeiðið úr norrønum til føroyskt er millum 1400-1600. Hetta er sama tíðarskeiðið, sum árinið úr donskum fer at gera um seg. Stavraðið. C, Q, W, X, Z verða ikki nýttir, men finnast í summum lániorðum (eisini Ö, Ü, Å og Þ í nøvnum), men tó er skikkur at býta hesar stavir um við føroyskar stavir við somu frambering. Mállæra. Orðið "grammatikk", sum er okkara mállæra, stavar upprunaliga úr grikskum, har gramma merkti bókstavur. Av fyrstan tíð varð orðið nýtt um læruna at skriva og lesa. Nú á døgum er málsøkið hjá mállæruni at koma fram á og lýsa allar vanligar reglur í einum og hvørjum máli. Tey regluligu fyribrigdini finna vit á ymsum stigum. Vit kunnu tosa um lutvísar skipanir innanfyri mállærubygnaðin. Í føroyskum, eins og í øðrum málum, finnast hol á mállæruhválvinum, t.e. regulig fyribrigdi, sum málgranskarar enn ikki hava fingið greiði á til lítar. Tá ið vit tosa, fylgja vit teimum málsligu reglunum, sum eru í okkara máli, uttan at geva okkum far um tað. Vit kunnu til dømis vera heilt óvitandi um, hvat ein grundliður er, og kortini orða setningar, har einki er galið hvørki við grundliði ella øðrum liðum. Fyri at læra mállæruna er als ikki neyðugt við bókum ella frálæru. Her er tað okkara egna máloyra, sum verður stýrt av føroysku mállæruni, sum m.a. hevur nakrar reglur um, hvussu ljóð kunnu verða sett saman til orð á føroyskum. Málskyldskapur. Málið er nær skylt íslendskum, norn og eisini vesturnorskum. Siga vit, at tað eru seks milliardir menniskju í heiminum, og tað eru 80.000 føroyingar, so er skilligt, at vit eru ein ómetaliga lítil málsligur minniluti, t.e. 1/100 promilli av jarðarinnar menniskjum tosa føroyskt. Men okkum nýttist ikki at smæðast, tí vit eiga eitt mál, ið riggar væl í flestu førum sum samskiftisamboð, og vit eiga tann fyrimunin, at vit við tí skúla, vit hava, eru før fyri at hava samskifti við norðurlendsku grannar okkara. Norskt, íslendskt, danskt og svenskt eru í ætt við okkara mál, og tað merkir, at stórur líkskapur er millum málini, hvat orðavavi og mállæru viðvíkur. Málsøga. Føroyskt, tjóðarmálið í Føroyum, hevur sínar røtur í fornnorrøna málinum frá víkingatíðini. Í nógv ár varð føroyska málið trúðað, men doyði ikki út. Málið varð varðveitt við skaldskapi av mannamunni. Skaldskapið sum gjøgnum nógv 100 ár varð sagdur frá ættarliði til ættarlið. Við søgum, søgnum og ikki minst við kvæðunum sum hava havt ótrúliga stóran týdning fyri at málið ikki varð gloymt. Hammershaimb, ættaður úr Sandavági, gav út í 1854 fyrstu føroysku mállæruna og gjørdi ta nýggju rættskrivingina. Tá fór føroyskt at taka danskt mál av ræði. Undir lestrarárunum í Keypmannahavn gjørdi Hammershaimb eina ferð heim til Føroya at vitja. Hetta var í 1841. Hann ferðast bygd úr bygd og savnar fólkaminni. Áhugaður sum Hammershaimb var fyri føroyskum máli, sá hann tíðliga, hvussu átrokandi tað var at geva út eina mállæru, skuldi skriftmálsuppskot hansara vinna fram millum fólk. Eina dagbók skrivaði hann á hesi ferð, og tað vil so væl til, at Christian Matras í 1941 gav hana út: "Færøsk Dagbog 6.7-16.8 1841". Nakað av tilfarinum, ið Hammershaimb savnaði á hesi ferð, læt hann prenta í 1846 í danska tíðarritinum "Annaler for nordisk Oldkyndighed og Historie". Hetta vóru "Færøske folkesagn (Risi og kelling — Um skógar í Føroiun — Huldufólk) med tilføjede Bemærkninger om den færøske Udtale". Við hesum tekstum er føroyskt skriftmál lagt í eina fasta legu, sum vit, burtursæð frá nøkrum fáum broytingum, hava hildið okkum til heilt at hesum degi. Í einum stuttum inngangi greiðir hann frá um málsins søgu, og hann greiðir frá, at málsliga liggja oyggjarnar í trimum pørtum, sum hann kallar Sunnanfjarðarmál, Streymoyarmál og Norðanmál. Í fyrstuni vóru nógvir føroyingar ikki hugaðir fyri tí føroyska málstrevinium, men tjóðskaparhugin vann sigur, og nú hevur føroyskt fingið somu rættindir sum danskt mál, og er, formelt, høvuðsmálið. Men nógvir halda at einans føroyskt eigur at verða nýtt í almennum viðurskiftum. Hetta er t.d. støðan hjá loysingarmonnum, t.e. teir, ið vilja hava landið leyst frá Danmark politiskt, soleiðis halda eisini nógv onnur. Málføri. Markini millum føroysku bygdamálini ella málførini eru rættiliga týðilig. Slík mark nevnast í mállæru málførismark ella við fremmandum orði "diagloss". Eitt slíkt málførismark er teknað inn í kortið høgrumegin. Tað vísir, hvar markið gongur millum t.d. úttaluna av "ei" og "oy". Í Føroyum finnast nógv ymisk málføri: suðuroyarmál, sandoyarmál, nólsoyarmál, havnarmál, eysturoyarmál, vágamál og norðoyamál. Flestu okkara hava eitt mál, sum sermerkist við einum ella øðrum bygdarmáli. Skriftmálið er nakað annað, sjálvt í einum so lítlum øki sum Føroyum. Tað er felags fyri fólkið í einum landi við ólíkum málsligum viðurskiftum. Eingin skrivar, júst sum tosað verður. Tí er neyðugt at fáa frálæru í hesum serliga felags máli. Somuleiðis, sum vit hava málføri ella dialektir, hava vit eisini sosiolektir, sum er serligt mál hjá einstøkum samfelagsbólkum. Suðuroyarmál. Bókstavirnir A og Æ hava í føroyskum á allan hátt sama ljóðvirði, uttan í suðuroyarmáli, har ið Æ við øllum rímileika kundi verið kallað "seinra e". Sum dømi um hetta kunnu vit nevna ræðast (suðuroyarmál: reðast), gæs (ges), skræða (skreða) og æða (eða). Frambering og staving. Í føroyska stavraðnum eru 29 bókstavir. Í føroyskum teksti síggjast av og á aðrir bókstavir, til dømis c, q, ü, w, x, z og þ, tá ið fremmandaorð verða endurgivin. Bókstavirnar býta vit sundur í teir, ið merkja sjálvljóð, og teir, ið merkja hjáljóð. Til at nevna hjáljóðið r seta vit sjálvljóðið e frammanfyri. Bókstavin nevna vit er. Eitt sjálvljóð kann standa einsamalt. Tað ljóðar sjálvt, sum til dømis e ella i. Men eitt hjáljóð má, fyri at kunna verða sagt, standa hjá einum sjálvljóði: b (be), p (pe). Í føroyska bókstavaraðnum eru sjálvljóðini a, á, e, i, í, o, ó, u, ú, y, ý, æ og ø. Hjáljóðini eru b, d, ð, f, g, h, j, k, l, m, p, r, s, t og v. Tvíljóðini eru: ei, ey, oy. Sjálvljóð
. Sjálvljóðini eru 13: a, á, e, i, í, o, ó, u, ú, y, ý, æ og ø. Sjálvljóð kalla vit tey øll, men í roynd og veru eru hesi 7 í longum stavilsi tvíljóð a/æ [ɛa], á [ɔa], í/ý [ʊi], ó [ɔu/ɛu/œu], ú [ʉu]. 
Tvíljóð. Tvíljóðini eru trý í tali: ei, ey, oy. Hjáljóð. Hjáljóðini eru 16: b, d, ð, f, g, h, j, k, l, m, n, p, r, s, t, v. Teknseting. Grundirnar, at vit seta tekin í ein tekst, kunnu vera fleiri, men tann eyðsýndasta er tann, at tekin býta tekstin sundur í heildir, ið hanga saman á ein ella annan hátt. Vit hava soleiðis lættari við at lesa tað, ið skrivað er. Teknini, sum vit vanliga nýta, eru t.d. kolon, komma, punktum, semikolon, rópitekin, gásareygu, spurnartekin, osfr. Hesi tekin seta vit ymsastaðni í tekstin eftir føstum reglum, sum á ein ella annan hátt skulu ímynda tað talaða málið, sum er eyðkent til dømis við rútmu, støðgum og ferð. Tey ymisku teknini kunnu ávirka heildarmyndina av einum teksti á ymsan hátt. Eru til dømis nógv gásareygu í einum broti, varnast lesarin rættuliga skjótt, at tað snýr seg um talu, har ein, tveir ella fleiri persónar tosa, til dømis Gud segði "Verði ljós" og tað varð ljós. Festa vit okkum í staðin við, at nógv prikkar, rópitekn ella tankastrikur verða nýtt, kann tað vera, tí skrivarin er í øðini og vil gera vart við tað. Reglurnar fyri tey ymisku teknini eru ymiskar. Tekin, sum verða sett eftir føstum reglum, eru til dømis spurnartekin ella komma, her er eingin slingur í valsinum, hvar teknini skulu standa. Orðalagslæra. Grikska orðið "syntax" merkir upprunaliga samanseting. Í mállæruni verður tað nýtt um, hvussu orð verða sett saman, tá ið vit nýta málið. Hetta verður gjørt eftir heilt ávísum reglum, og setningsskipan er læran um hesar reglurnar. Tá ið vit seta saman orð, gera vit orðingar. Orðið "orðingar" fevnir um alt, ið kemur fram, tá ið vit málbera okkum. Hesar orðingar kunnu hava sera ymiskt snið. Tær kunnu til dømis vera ymiskar til longdar. Summar eru bara eitt orð, aðrar eru settar saman av mongum orðum. Støðan, vit eru í, tá ið okkurt verður sagt, ávirkar nógv sniðið í orðingini. Tað hevur til dømis stóran týdning, hvønn vit venda okkum til. Ætlanin við tí, vit siga, kann eisini vera so ymisk. Tær longu orðingarnar leggja vanliga dentin á at siga frá, bera okkurt víðari ella lýsa okkurt. Orðingar, sum bara eru eitt orð ella nøkur fá orð, siga ofta frá kenslum og eru ofta boð til onkran. Formlæra. Á føroyskum hevur verið vanligt at býta orðini í 10 flokkar, sum eru: sagnorð, lýsingarorð, hjáorð, miðalvarpingar, navnorð, fornøvn, fyrisetningar, kenniorð, talorð og sambindingarorð. Kenniorð. Óbundna kenniorðið er ein/eitt. Bundna kenniorðið er tann/hin og tað/hitt. Navnorð. Navnorð er felagsheiti fyri ein bólk av orðum, ið lýsa nøvn á ítøkiligum lutum (td. stólur, bilur, genta, drongur), fyribrigdum (vestfall, eystfall, mysing, mánalýsi) og hugtøkum (sorg, gleði, longsul) umframt sernøvn (Petur, Sólvá, Enniberg, Sørvágur). Navnorð bendast í tølum - eintali og fleirtali. Tá ið talan bara er um ein ella eitt, stendur navnorðið í eintali, til dømis stólur, skúli; talva, bust; oyra, stykki, men tá ið talan er um fleiri, stendur navnorðið í fleirtali, til dømis stólar, skúlar; talvur, bustir; oyru, stykki. Navnorð verða eisini bend í føllum. Tey eru hvørfall, hvønnfall, hvørjumfall og hvørsfall. Navnorð eru annaðhvørt óbundin ella bundin. Óbundin eru navnorð, tá ið talan ikki er um nakran ávísan, men um einhvønn, til dømis ein genta, ein drongur ella eitt barn. Bundin eru navnorð, tá ið talan er um okkurt ávíst, til dømis gentan, drongurin ella barnið. Navnorð bendast efir tveimum høvuðsbendingum - teirri sterku bendingini og teirri veiku bendingini. Sterkt bend navnorð enda við hjáljóði í hvørsfalli eintali. Veikt bend navnorð enda við sjálvljóði í øllum føllum í eintali. Lýsingarorð. Lýsingarorð bendast í stórum dráttum á sama hátt sum vit kenna úr nútíðarmáli, og her eins og í øðrum bendingum verður skilt millum /i/ og /u/ í endingum á sama hátt sum í V. U. Hammershaimbs rættskriving. Ein gongd sum sæst í bendingini av føroyskum lýsingarorðum, er samjavnaður millum orð við a og æ í stovninum. Í Hammershaimb síggja vit at hesin samjavnaður er farin fram, soleiðis at ikki bara a, men eisini æ kann broytast til ø ella o í bendingini. Vænur eitur í kvennkyni von fyri eldri væn. Slættur eitur í hvørjumfalli sløttum (skrivað slettum) fyri eldri slættum, og rættur, ræddur og slættur eitur í kvennkyni røtt (skrivað ret), rødd (skrivað ræd) og sløtt (skrivað slæt, slet) fyri eldri rætt, rædd og slætt. Ein onnur broyting er hon at lýsingarorð við -in (til dømis heiðin ella búgvin), sum í eldri máli høvdu sama form í hvønn- og hvørfalli eint. í kallkyli, hava í nútíðarmáli -an í hvønnfalli (heidnan, búnan), hetta í analogi við onnur lýsingarorð. Vit siga tí til dømis "tolið" hevur "Ð", tí tað eitur "tolin" í bæði kvennkyni og kallkyni. Fornøvn. Á føroyskum er heitið fyri hesi orð fornavn, og á útlendskum eita hesi orðini ofta "pronomen". Orðið er sett saman av forskoytinum "pro", sum merkir í staðin fyri og "nomen", sum merkir navnorð. Tað eyðkenda fyri hesi orð er, at tey hava onga merking í sær sjálvum, men fáa ávíst innihald trytað av tí høpi, tey verða nýtt í. Summir málfrøðingar hava ta áskoðan, at eitt fornavn hevur ein tóman karm, sum verður fyltur av nýggjum í sínum umhvørvi, hvørja ferð tað verður borið fram annaðhvørt í talu ella skrift. Onnur eyðkenni eru, at summi av hesum orðum verða bend bæði í falli, tali og kyni, til dømis hon, hann ella tað, meðan onnur verða bert bend í falli og tali, til dømis eg, meg og vit, og uppaftur onnur als ikki bendast, til dømis sum ella ið. Fornøvnini verða vanliga býtt í tveir flokkar. Summi fornøvn hava navnorðsvirði, meðan summi hava bæði navnorðsvirði og lýsingaorðsvirði, t.e. at hesi orð kunnu hava sama leiklut sum ávikavist lýsingaorð og navnorð. Tað er óivað greitt, hvat hann, tey, hin ella teir merkja, tá ið vit nýta hesi orðini í einum føstum sambandi. "Hann" vísir t.d. til Peter, "tey" vísir aftir til Gúðruna og Peter, "hin" vísir aftur til Per og Pál. Um orðið "hann" hevði staðið einsamalt, so høvdu vit ikki heilt víst kunnað gjørt av, hvat hetta orð sipaði til. Vit høvdu havt varhugan av, at tað mundi snúð seg um eitthvørt fólk, lut ella hugtak í kallkyni, men heldur ikki meira. Leikluturin hjá hesum orðum er at umboða onnur orð, til dømis navnorð. Á henda hátt er ikki neyðugt hjá okkum at taka navnorðini upp í saman, men vit kunnu lata hesi orðini umboða tey í staðin. Um persónsfornøvn sæst í greinini Persónur (máll.). Talorð. Talorð nýta vit t.d., tá ið vit telja, og tá ið vit greiða frá, hvussu nógv ið er til av onkrum, hvussu ávísur teinur er, hvussu nógv klokkan er, og hvussu nógv okkurt vigar. Vit skifta talorðini sundur í tríggjar partar: Tey talorð, sum vísa okkum, hvussu stór nøgdin er, verður nevnd grundtøl (kardinaltøl). Hin bólkurin tilskilar, í hvørjum rað eitthvørt hendir, og tí verða tey nevnd raðtøl (ordinaltøl). Hesi bæði sløgini av tølum kunnu annaðhvørt skrivast við bókstavum ella við tølum, men fyri at skyna ímillum grundtøl og raðtøl er siður at seta eitt punktum eftir raðtølini, til dømis: "Í 19. øld". Eitt triðja býti av tølunum eru skriftistølini (distributiv tøl) sum eru "einir", "tvinnir" og "trinnir", tey verða bend sum lýsingarorð. Grundtølini eru: eitt (ein, ein, eitt), tvey (tveir, tvær, tvey), trý (tríggir, tríggjar, trý), fýra, fimm, seks, sjey, átta, níggju, tíggju, ellivu, tólv, trettan, fjúrtan, fimtan, sekstan, átjan, nítjan, tjúgu. Á nútíðar føroyskum er tað soleiðis, at tað bert eru tey trý fyrstu grundtølini, sum bendast í falli, tali og kyni undantikið eina fleirtalsleivd av fýra í orðafellinum (t.d. "tú eru altíð uppi á fjórum"). Raðtølini eru: fyrsti, annar, triði, fjórði, fimti, sætti, sjeyndi, áttandi, níggjundi, tíggjundi. Raðtølini, øll uttan "annar", bendast sum veikt bend lýsingarorð. Skriftitølini eru: einir, einar, eini; tvinnir, tvinnar, tvinni; trinnir, trinnar, trinni. Sagnorð. Sagnorð fáa nógvar ymiskar endingar og kunnu broyta snið á ymsan hátt. Til dømis kann sagnorðið "at eta" koma fyri í øðrum sniðum - "etur", "át" ella "ótu". Samsvarandi hava vit orðið "syngja", sum bæði kemur fyri í forminum "sang" og "sungið". Hvørt nýtt orðasnið, sum vit síggja, nevna vit ein bendingarform. Summir av hesum bendingarformunum kunnu einsamallir verða umsagnarliðir í einum setningi. Aðrir formar mugu hava onnur sagnorð aftur at sær til tess at vera umsagnarliður - "Peter etur" ella "Peter át" eru rættir setningar á føroyskum. "Peter eta" ella "Peter etið" eru ikki rættir setningar. Hjáorð. Adverbium merkir "tað, sum er lagt aftur at verbinum", sum í mongum mállærum nú á døgum verður mett sum hornasteinurin í einum setningi. Adverbium er sum so mangt annað av latínskum uppruna. Hetta heitið er vorðið til okkara "hjáorð". Hesin orðaflokkurin fevnir um orð, sum á ein ella annan hátt greiðari lýsa ta merking, sum eitt sagnorð hevur. Vit kunnu t.d. spyrja "Hvar er hon?". Og svara "hon er har". Ella vit kunnu spyrja "nær fer hann?". Og svara "hann fer nú". Vit kunnu spyrja "Hvussu livir barnið?". Og svara "barnið livir væl". Hesi orðini: væl, nú, har, eru hjáorð. Hjáorð eru smáorð, ið sett verða hjá sagnorðum. Men hjáorðini hava eisini eina rúmari merking enn bert at vera knýtt at einum sagnorði. Tey kunnu saktans verða knýtt at einum lýsingarorði (tann "sera" ídni næmingurin kom tíðliga), einum øðrum hjáorði (tann sera ídni næmingurin kom "ov" tíðliga), einum navnorði ("bara" næmingar møttu upp) ella einum talorði ("bert" ein næmingur kom nóg tíðliga). Summi hjáorð bendast, men bara í stigum. Merkingin, sum hjáorðini hava, er fjøltáttað. Teirra uppgáva er at lýsa eitt einstakt orð, sum oftast er umsøgnin, men kunnu tey eisini lita allan setningin. Vit býta hjáorðini í 6 bólkar - lýsingarhjáorð, kunningarhjáorð, munarhjáorð, spurnarhjáorð, tíðarhjáorð og staðarhjáorð. Tíðarhjáorð siga okkurt um tíðina og svara spurninginum "nær". Tey eru til dømis síðan, tíðliga, altíð, nakrantíð. Staðarhjáorð siga okkurt um stað ella støð og svara spurningum, ið byrja við "hvar": "hvaðani", "hvaðan". Tey verða vanliga skift sundur í 3 bólkar. Orð, ið lýsa rørslu frá ávísum staði (eg fari "hiðani"). Orð, ið lýsa rørslu móti ávísum staði (Per kemur "higar"). Og orð, ið lýsa staðið, har okkurt er ella hendir (hon er "her"). Spurnarhjáorð verða nýtt, tá ið spurt verður um eitthvørt. Tey eru til dømis nær, hví, hvaðan, hvussu. Munarhjáorð verða nýtt, tá ið mett verður um mun á onkrum, og tá ið sagt verður frá, hvussu okkurt hendir í mun til annað. Tey eru til dømis óbeinleiðis, ókeypis, bráðfeingis, ovurhonds, øðrvísi. Mong orð, ið enda við "andi", eru munarhjáorð, til dømis skínandi ella líðandi. Kunningarhjáorð nýta vit mest, tá ið vit kunna um eina støðutakan, tá ið vit annaðhvørt játta ella nokta. Tey eru til dømis tíverri, ivaleyst, álvaratos, tíbetur. Lýsingarhjáorð eru hjáorð, ið eru myndað úr lýsingarorðum. Nøkur lýsingarhjáorð eru skjótt, beint, hart, lítið, heilt. Fyrisetingarorð. Fyriseting er tað føroyska heitið fyri tað latínska orðið "preposisjón", sum merkir "tað at seta frammanfyri". Fyrisetingar eru óivað eitt tað torførasta kapitlið, tá ið tað snýr seg um at læra fremmant mál. Men hetta er einki føroyskt fyribrigdi. Fyrisetingar standa vanliga á føroyskum framman fyri tað orð, tey stýra, til dømis av einihvørjari orsøk, men gjørt kann verða vart við, at nakrar fyrisetingar kunnu standa aftan fyri tað orð, sum tær stýra, til dømis húsanna millum, hansara vegna, tí føroyska málinum viðvíkjandi. Í serligum føri ber til at skilja fyriseting og stýring hvørja frá aðrari, soleiðis at stýringin stendur fremst í setninginum, meðan fyrisetingin endar á seinasta plássi, til dømis "Honum fór hon ikki í býin við". Hetta fyribrigdi sæst serliga í afturbeindum eykasetningum. Vit siga, at ein fyriseting stýrir einum orði, ið oftast er eitt kenniorð, navnorð, persónsfornavn ella lýsingarorð, men kann eisini vera ein navnháttur ella eykasetningur, ið hava navnorðsvirði. Hesa eindina fyriseting, hon við einum setningi/orði stýrir, kalla vit fyrisetingarlið. Hon er, sum sæst, sett saman av eini fyriseting og eini stýring. Hetta merkir, at tá ið tað snýr seg um kenniorð, navnorð, v.f., skulu hesi orð standa í einum ella øðrum falli. "Á" er fyrisetingarorðið (ella fyrisetingin) og "borðinum" er stýringin. "Á" stýrir í hesum føri hvørjumfalli, tí talan er um veran á sama staði. Í sambandi við rørslu tekur fyrisetingin hvønnfall til sín. Sambindingarorð. Sambindingarorð knýta orð, heildir, liðir og setningar í málinum saman á ein ella annan hátt. Konjunksjón er sett saman av tveimum orðum, einum forskoyti "con", ið merkir tað sama sum okkara "sam"/"saman", og navnorðinum "iuncio", sum merkir tilknýti/samband. Føroyskt hevur tvey sløg av sambindingarorðum: tey javnskipandi- og undirskipandi sambindingarorðini. Javnskipandi sambindingarorð binda saman heildir, orð ella setningar, ið hava sama virði. Til dømis annaðhvørt, hvørki, men, ella, bæði. Tey kunnu knýta tveir liðir saman til eina heild, í hesum føri verður serliga hugsað um tað vanligasta sambindingarorðið, ið hevur henda eginleika: "og". Tveir setningar ella fleiri kunnu saktans vera knýttir hvør at øðrum, tó at teir ikki kunnu javnmetast málsliga. Tað vísir seg, at bert ein teirra hevur høvuðslutin, t.e. høvuðsetningurin, um ein ella fleiri setningar verða knýttir at honum. Eru fleiri setningar, kann hetta greidligast berast saman við eina kinverska eskju, har hvør setningur lagar seg eftir øðrum. Orsøkin til hetta fyribrigdi eru tey undirskipandi sambindingarorðini. Tey eru sera ymisk, og tí er neyðigt at bólka tey. Annar bólkurin ger, at eykasetningarnir eru navnorðskendir, hin byrjar hjáorðskendar eykasetningar. Miðalvarpingar. "Interjeksjón" er sum so mangt annað tikið úr latínskum, og merkir "at seta okkurt innímillum". Vit hava einki gott orð fyri hesum fyribrigdinum, men vanligt er tó at týða heitið "miðalvarping". Grundmerkingin er, at hesi orð verða sett inn millum orð ella setningar, men við tí stóra muni samanborið við onnur orð, at tey ikki verða greinað sum aðrir liðir. Tískil stendur hesin orðaflokkurin í eini serstøðu. Millum málfrøðingar hevur verið kjakast, um miðalvarpingar veruliga eru "orð". Teirra áskoðan er, at tey heldur eru eyðkenni fyri kenslurnar til dømis "pínslu", "vaml" osfr., sum liggja aftanfyri. Tey hava ikki nakra serliga merking eins og orðini í hinum orðaflokkunum. Men tó halda fleiri málfrøðingar, at av tí at tey verða framborin sum onnur føroysk orð, og av tí at tað eru avleiðslur í føroysku, til dømis "at sirra", "ein sitta", "at kísta", er tað rættast, at koyra tey í ein bólk fyri seg. Eisini orðini "ja", "jú" og "nei", sum verða nýtt, tá ið játtað ella noktað verður, finna vit í hesum flokkinum, tí teirra líkskapur er stórur við hesi orð, hvørs eyðkenni eru, at tey hvørki bendast ella standa sum liður í nøkrum setningi. Aðrar fastar vendingar, sum ofta standa uttan setningar, til dømis "hott kvøld", "far væl" og "vælkomin", verða vanliga koyrdar í sama leyp. Orðatilfeingi. a>, var nýkomið, sóknaðist tíðindamaður eftir føroyskum heiti á tí. Uppskot málstovnsins var ljómfløga, ella stuttformurin fløga í vanligari talu. Orðatilfeingið í okkara máli er komið ymsastaðni frá og til ymsar tíðir. Stórur partur er arvaður frá okkara ættfedrum, tað eru ikki innflutt orð, men orð, sum hava verið nýtt her á landi so leingi, sum hetta málið hevur verið okkum kunnugt, og tað merkir í eini túsund ár. Hetta er eina mest galdandi fyri tey mest nýttu orðini í málinum, orð, sum eru hvørjum menniskja kunnug, og sum hvørt menniskja nýir, orð sum til dømis "móðir" og "faðir", "vatn" og "jørð", "sita" og "liggja", "lítil" og "stór", "niður" og "opp", "ja" og "nei". Hesi arvorð eru, ið hvussu er, felags fyri øll tey germansku málini, hóast týdningur og snið broytast eitt sindur frá máli til máls. Øll hesi ár, hesi mál hava verið í nýtslu, er orðatilfeingið vorðið ríkari og ríkari, eisini tí at tað hevur tikið orð úr øðrum málum. Hesi orð kalla vit "tøkuorð". Ofta eru tøkuorð gomul í okkara máli, tey kunnu hava lagað seg eftir føroyskari bending og ljóðliga og á annan hátt hava lagað seg, so at ilt er at gita fremmanda upphavið. Hetta fyribrigdi at taka orð inn í málið byrjaði longu fyri søguliga tíð her hjá okkum, so skjótt sum Norðurlond fingu samband við restina av Norðurevropa. Ofta komu nýggj orð saman við vørum, sum fólk úr Norðurlondum førdu heim við sær, navnið fylgdi við vøruni. Seinni komu nýggjar hugsanir, nýggj trúgv inn á Norðurevropa uttaneftir og við teimum orð at nevna alt hetta nýggja og greiða frá tí. Her eru nøkur dømi um gomul tøkuorð úr ymsum málum - "hundur", "ketta" og "køkur" úr latíni, "soppur", "ríki" og "blak" úr keltiskum, "prestur" og "kirkja" úr grikskum um enskt. Og eitt sindur seinni "arbeiði", "bakari" og "handil" úr lágtýskum. "Dekk" og "ruff" úr hollendskum, "marsjur" úr fronskum, "banki", "eitt kolli" og "stivli" úr italskum. Tøkuorð eru eisini til dømis gomul orð, ið ikki hava verið nýtt leingi, sum í veruleikanum eru útdeyð út málinum, men sum eru komin inn aftur í seinni tíð úr nýggjum høpi, til dømis "fløga" fyri CD, "skora" fyri at fáa stig og "bingja" fyri kontainara. Í okkara øld og serliga tey seinastu tíggjuáraskeiðini hava vit fingið ein heilan floym av fremmandum orðum inn í mál okkara. Nógv av hesum orðum hava enntá framvegis fremmanda uppruna-stavsetingarháttin og upprunaframburðin. Roynt verður at laga tey eftir føroyskum máli. Tískil nevna vit tey fremmandaorð afturímóti tøkuorðum, men munurin er ikki serliga greiður, til dømis "sona", "sjorast", "skons". Tað er eina mest úr enskum, vit hava fingið orðini. Og ein partur av teimum hevur enskt snið, sum uttan hóvasták hevur vunnið sær innvist í føroyskum, til dømis "hobby", "smart" ella "filmur". Og onnur hava longu fingið føroyskan stavsetingarhátt, til dømis "veirur", "skeilett" ella "trol". Bæði fremmandaorð og tøkuorð eru í sera nógvum førum nýggj, av tí at vit í føroyskum ikki hava arvorð, sum fevna um júst sama fyribrigdið. Men tað er mangan, at fólk ikki avmarka seg til at nýta fremmandaorð har, sum neyðugt er. Tey royna at prýða málið við ókendum ella rárum fremmandaorðum, mangan bara at geva sær sjálvum ein dám av lærdómi. Men vit áttu at havt í huga, at óneyðug fremmandaorð gera málið tyngri og forða lesarum at fáa fatur í innihaldinum. Oyggjar í Føroyum. Oyggjarnar í Føroyum eru 1.399 km2 til víddar. 18 oyggjar eru í Føroyum. 17 eru bygdar og 1 óbygd, Lítla Dímun. Størst er Streymoyggin, 373 km2, og minst er Lítla Dímun, 0,82 km2. Hólmar. "Sí eisini: Hólmar í Føroyum" Umframt tær 18 oyggjarnar eru eisini nógvir hólmar og sker í Føroyum. Tindhólmur er størsti hólmurin, hann er 65 hektarar. Í alt eru 779 oyggjar, holmar og sker í Føroyum. Suðuroyggin er tann oyggin í Føroyum, sum hevur flest holmar og sker, í alt 263 (oyggin sjálv íroknað). Bókmentir. Bókmentir er felagsheitið fyri skriva tilfar av ymiskum slag. Vit skilja ímillum tvey høvuðssløg av bókmentum: "Fagrar bókmentir" og "Yrkisbókmentir". Fagrar bókmentir er tað sum á donskum eitur "Skønlitteratur", tað er fiktivur skaldskapur, tvs. at rithøvundurin kann sjálvur finna uppá eina søgu ella yrking, hann ella hon nýtist ikki at halds seg til veruleikan. Yrkisbókmentir er bókmentir sum viðgerða veruligar hendingar, t.d. søgubøkur, siðsøguligar bøkur, lívsævisøgur, endurminningar, bygdasøgur osfr. Man kann tosa um bókmentir sum eru útkomnar í bók, men sjálvt um t.d. yrking ella stuttsøga ikki er útkomin í bók men bara í til dømis einum tiðindablaði, so er talan álíkavæl um bókmentir. Í Føroyum eru bókmentir ikki so gamlar. Men føroysku kvæðini, sum ikki blivu skrivaði niður fyrr enn einaferð í 1800-árunum eru nógv eldri enn tað, og tað eru bókmentir, sjálvt um tað var munnlig siðvenja fyrstu tíðina. Tað sama er galdandi fyri sagnir og ævintýr bæði úr Føroyum og øðrum londum, at her var talan ofta fyrst um munnliga siðvenju, har fólk fortaldu hvør øðrum søgur ella sungu fyri hvørjum øðrum út frá minninum. Seinni eru hesi fest niður á pappír og givin út í bók. Annars eru skrivaðar bókmentir er gomul siðvenja í eitt nú Grikkalandi. Homer yrkti Ilionskvæði og Kvæði um Oddysseus, sum var Trojanska kríggið. Hildið verður, at kvæðini eru yrkt umleið 12. ella 11. øld fyri Kristi føðing. Føroyskir rithøvundar. Listin niðanfyri er eitt yvirlit yvir føroyskar rithøvundar. Ólavur í Beiti, í Beiti, Ólavur Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Dalsgarð, Arnbjørn Ó. Elsubeth M. Fossádal, Fossádal, Elsubeth M. Elin á Rógvi, á Rógvi, Elin * Líggjas í Bø. Líggjas í Bø (18. juli 1938 í Klaksvík). Æt upprunaliga Eli Sørensen, men keypti sær seinni navnið "Líggjas í Bø". Aftan á lokið realprógv var hann til skips í eitt ár, fór í 1956 niður á háskúla, fyrst á Købmandsvile, seinni á altjóða háskúlan í Helsingør. Hann fór so undir hægri handilslestur á Niels Brock-skúlanum og leyk prógv í 1959. Heimafturkomin arbeiddi hann í Samvinnufelagnum í Havn í um 3 ár, var so í nøkur ár vikarur á Trøllanesi - um sumrini til skips. Í 1968 fór hann undir grannskoðaravirki í Klaksvík, og var hann við til at seta á stovn dátuvirkið Com-Data (saman við Símin Paula Konoy). So av og á hevði hann fyrst í sekstiárunum yrkingar og onkrar týðingar í "14. September" og "Framanum", og í 1964 gav Oyggjaframi út savnið "Til lívið". Innihaldið í savninum kann greidliga skiftast sundur í tríggjar bólkar, týðingar eftir eitt nú Gelsted og Pasternak, lyriskar náttúruyrkingar um summar og várligan vind, "Jørðin / á ferð / gjøgnum rúmdir / vælsignað / av sólum", og politiskt medvitnar yrkingar, sum gera Líggjas til nýskapara í føroyskum skaldskapi. Hans Jákup Glerfoss. Hans Jákup Glerfoss (19. november 1937) er føddur í Mikladali. Best kendur sum málari, men hevur eisini givið yrkingarsøvn út. Glerfoss er føddur í Mikladali í 1937, men vaks upp í Kunoy hjá ommu síni og abba sínum har. Aftan á loknan barnaskúla fór hann fjúrtan ára gamal inn til Klaksvíkar at arbeiða, var eitt skifti til skips, arbeiddi so aftur sum timburmaður í nøkur ár, til hann 27 ára gamal fór at fáast við myndalist og skaldskap burturav. Í tíðarskeiðnum 1966-1969 greiddi hann til prentingar trý yrkingasøvn "Til B", "Fjallafossar" og "Kvirra í reyðum og bláum", allar frálíka yrkingabøkur. Heiðurslønir. Glerfoss, Hans J. Bø, Líggjas í. #REDIRECT Líggjas í Bø Alexandur Kristiansen. Alexandur Kristiansen (23. apríl 1949) er føddur í 1949 og býr í Fuglafirði. Hann er útbúgvin lærari og hevur verið virkin í Bókadeild Føroya Lærarafelags og verið ritstjóri á Míni jólabók í fleiri ár. Sum rithøvundur er hann serliga kendur sum yrkjari, og millum børn er hann kendur fyri teir skemtiligu sangirnar, hann hevur yrkt. Umframt at hava skrivað ein hóp í Mína jólabók hevur hann týtt ein hóp av barnabókum. Keldur. Kristiansen, Alexandur Jóanes Nielsen. Jóanes Sekjær Nielsen (5. apríl 1953 í Havn) varð føddur í Havn í 1953, og har vaks hann upp. Hann hevur verið sjómaður og arbeiðsmaður. Eisini hevur hann starvast sum rithøvundur burturav. Jóanes hevur roynt seg í fleiri, ymiskum tekstasløgum. Hann hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur, greinar og leikir. Hann lýsir m.a. verkafólkið og teirra lívstreytir, stættamun, kúgan og órættvísi. Hann er stundum speirekandi og satiriskur, men hann er eisini skemtandi og lívsjáttandi og lýsir inniligar og eymar kenslur. Fleiri av útgávunum hjá Jóanes Nielsen eru útkomnar í Danmark, m.a. skaldsøgurnar "Glansbílætasamlarnir" og "Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar sum vit eiga í Føroyum". Sjónleikurin "Eitur nakað land week-end?" og yrkingasøvnini "Pentur" og "Kirkjurnar á havsins botni" eru eisini útkomin á donskum. Í desember 2012 gjørdi eitt av heimsins størstu forløgum, Random House, avtalu um at útgeva skaldsøguna Brahmadellarnir hjá Jóanes Nielsen á øðrum málum, í fyrstu syftu skal hon gevast út á týskum. Hetta er fyrstu ferð at ein bók hjá einum føroyskum rithøvunda verður útgivin av so stórum forlagi. Heiðurslønir, tilnevningar o.a.. Jóannes Nielsen hevur fimm ferðir verið tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins: 1988, 1994, 1999, 2004 og 2013. Keldur. Nielsen, Jóanes Nielsen, Jóanes Oddfríður Marni Rasmussen. Oddfríður Marni Rasmussen (føddur 22. februar 1969 í Tórshavn, uppvaksin á Sandi) er føroyskur rithøvundur, týðari, ummælari og ritstjóri. Fyrstu ferð yrkingar hansara komu út alment var í 1992 í tíðarritinum Brá. Í 2011 varð hann útbúgvin sum lærari. Hann var formaður í LISA í tíðarskeiðnum 2001-2012. Hann hevur verið til skips og arbeitt ymiskt fyrifallandi arbeiði. Tvey ár gekk hann í Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Oddfríður hevur skrivað yrkingar og stuttsøgur. Hann er ritstjóri á Vencili Rasmus Christoffer Effersøe. Rasmus Christoffer Effersøe (føddur í Trongisvági 30. mai 1857, deyður 23. mars 1916 í Tórshavn) var agronomur, politikari, yrkjari, og var við til at seta Jólafundin í 1888. Blaðstjóri á Føringatíðindum, Dúgvuni og Dimmalætting. Hann las búnaðarfrøði í bæði Danmark og Svøríki og starvaðist sum landbúnaðarráðgevi. Hann var ein av teimum níggju monnunum, ið kallaðu inn til Jólafundin í 1888, fundin, ið setti gongd á tjóðskaparrørsluna. Saman við Jóannesi Paturssyni verður hann roknaður sum drívmegin í hesum arbeiðnum. Hann var við til at stovna Føringafelag í januar 1889 og var fyrsti blaðstjóri á Føringatíðindum (1890-1906), ið var fyrsta blaðið skrivað á føroyskum og málgagn hjá tjóðskaparrørsluni. Frá 1897 til 1901 sat hann í Føroya Løgtingi. Hann var eisini blaðstjóri á Dúgvuni (1894-1928), ið var málgagn hjá fráhaldsrørsluni og skrivað á donskum máli. Eisini var hann eitt skifti blaðstjóri á Dimmalætting. Umframt blaðskriving skrivaði hann eisini sjónleikir (og leikti sjálvur) og yrkingar. Á Ólavsøku í 1933 var standmyndin av Rasmusi Christofferi Effersøe avdúkað á vøllinum uttan fyri tinghúsið. Effersøe, Rasmus Christoffer Kristiansen, Alexandur. #REDIRECT Alexandur Kristiansen Rasmussen, Oddfríður M.. #REDIRECT Oddfríður Marni Rasmussen Nielsen, Jóanes. #REDIRECT Jóanes Nielsen Venceslaus Ulricus Hammershaimb. Venceslaus Ulricus Hammershaimb (25. mars 1819 í Sandavági - 9. apríl 1909 í Keypmannahavn) var ein føroyskur prestur, politikari og málfrøðingur. Hann er kendur sum faðirin at skriftmáli føroyinga. Foreldur hansara vóru Jørgen Frantz Hammershaimb og Armgarð Maria Egholm. Hann gav í 1854 fyrstu føroysku mállæruna út og gjørdi ta nýggju rættskrivingina. Í 1855 varð hann innsettur sum prestur í Kvívík. Í 1862 gjørdist hann prestur á Nesi í Eysturoy, og próstur frá 1867. Her læt hann í 1863 nýggjan prestagarð byggja, sum konan hevði teknað. Hann sat á løgtingi trý skeið. Síðan flutti hann í 1878 við konuni til Danmarkar at búgva. Í Sandavági varð minnisvarði reistur í 1919, V.U. Hammershaimb til heiðurs. Hammershaimb eigur stóra æru fyri, at føroyingar varðveittu skriftmálið. Tað var hann, sum gav føroyska málinum bókstavin Ð. Við íblástri frá vinmanni sínum, Jóni Sigurðssyni, professara og málfrøðingi úr Íslandi, kom hann við hugskotinum um etymologiska stavsetingarháttin, har vit fara aftur til frummálið, heldur enn at skriva málið soleiðis sum tað verður framborið. Hammershaimbsættin er gomul í Føroyum. Fyrstur í Føroyum av hesi ætt var langabbi V.U. Hammershaimb, Jørgen Frants de Hammershaimb, sum varð føddur í Keypmannahavn 31. oktober í 1688. Hann starvaðist hjá Gablunum og kom soleiðis til Føroya at vera fúti í 1723. Hann giftist sama ár við danskari konu, tey fingu tvey børn. Konan doyði tíðliga, og tá giftist Jørgen Frants de Hammershaimb uppaftur við Elisabeth Christine Samuelsdatter, dóttir Samuel Pedersen Lamhauge, løgmann, í Nýggjustovu í Havn. Tey fingu 13 børn – og eitt teirra var V. U. Hammershaimb, sum eisini var fúti. Hann fekk sonin Jørgen Frantz Hammershaimb, sum var Føroya síðsti løgmaður, áðrenn Løgtingið varð niðurlagt í 1816. Jørgen Frants giftist eisini í Nýggjustovu í Havn, eins og abbin, við Armgard Mariu Egholm, og fingu tey bæði sonin Venceslaus Ulricus Hammershaimb og dóttrina Marie Louise Hammershaimb, sum var ógift. Føroyska tíðarritið Vencil, sum er komið út tvær ferðir um árið síðan 2006, er uppkallað eftir Vencil Ulricus Hammershaimb. Bygdir og býir í Føroyum. Yvirlit yvir allar búsetingar í Føroyum, t.e. bygdir og býir, eftir fólkatali. Tølini eru frá 1. mai 2021. Jóannes Eidesgaard. Jóannes Dan Eidesgaard (føddur 19. apríl 1951 á Tvøroyri) er føroyskur politikari, fyrrverandi løgmaður og landstýrismaður. Hann varð valdur til løgmann 3. februar 2004 og sat sum løgmaður til september 2008, tá ið hann bleiv avloystur av Kaj Leo Johannesen. Sum løgmaður hevði Jóannes Eidesgaard ábyrgd av stýrisskipanarmálum og fyrisiting. Jóannes Eidesgaard tók læraraprógv í 1977, fekk starv á Tvøroyrar Skúla og var í starvinum, til hann í januar 1991 fór í landsstýrið. Politiska lívsleiðin. Í 1990 varð hann á fyrsta sinni valdur inn á Løgting fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi og hevur verið afturvaldur síðan. Frá 1991 til 1993 var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í almannamálum, heilsumálum og arbeiðsmarknaðarmálum, og eitt stutt skifti var hann eisini landsstýrismaður í mentanarmálum í samgonguni, ið var ímillum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Frá apríl 1993 til september 1994 var Jóannes aftur landsstýrismaður í almanna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmálum, tá ið Javnaðarflokkurin var í samgongu saman við Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum. Í tíðarskeiðnum frá september 1994 til juni 1996 var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í fíggjar- og búskaparmálum og norðurlandamálum. Hann var eisini varaløgmaður í hesari samgongu millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Verkamannafylkingina. Jóannes Eidesgaard var formaður Javnaðarfloksins frá 1996 til 2011 og formaður í tingbólki Javnaðarfloksins. Jóannes hevur verið limur í uttanlandsnevndini og í Norðurlandaráðnum. Í tíðarskeiðnum 1996 til 1998 var hann fíggjarnevndarlimur. Í tíðarskeiðnum frá 1998 til 2001 var Jóannes Eidesgaard fólkatingslimur. Jóannes Eidesgaard varð valdur býráðslimur á Tvøroyri frá 1980 til 2000, men hevur verið í farloyvi, tá ið hann hevur sitið í landsstýrinum. Privat. Jóannes er sonur Jonu (1917 - 2006) og Erling Eidesgaard (1920 - 1987) á Tvøroyri og er giftur við Anitu, dóttir Johild og Bjarna W. Joensen úr Froðba. Tey eiga tvey børn, Erling og Ingun. Ávisingar úteftir. Eidesgaard, Jóannes D. Eidesgaard, Jóannes D. Juli. Juli er 7. mánaður í árinum eftir tí gregorianska kalendaranum og ein av 7 mánaðum, sum hava 31 dagar. 27. september. 27. september er dagur 270 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 271 um skotár er). 95 dagar eru eftir av árinum. 28. september. 28. september er dagur 271 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 272 um skotár er). 94 dagar eru eftir av árinum. 29. september. 29. september er dagur 272 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 273 um skotár er). 93 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini mikkjalsmessa, eins og heitið dilkadagur eisini er knýtt at degnum. 30. september. 30. september er dagur 273 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 274 um skotár er). 92 dagar eru eftir av árinum. 1. oktober. 1. oktober er dagur 274 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 275 um skotár er). 91 dagar eru eftir av árinum. Týsdagur. a> sum Týsdagur er uppkallaður eftir. Týsdagur er ein vikudagur. Týrs dagur. Latín Martis dies (Dagur Mars). Mánadagur. a> sum Mánadagur er uppkallaður eftir. Mánadagur er ein vikudagur. Latín "Lunae dies" (Dagur mánans). Nú er vanligt at rokna vikuna at byrja við mánadegi (eftir ISO-standardi (ISO-8601), sum ásetur, hvussu dagfestingar eiga at vera gjørdar í telduforritum og handilssamskifti. Mikudagur. Mikudagur (latín: "Mercurii dies", "Dagur merkurs") er ein vikudagur. Suðuroyingar kalla dagin ónsdag. Dagurin æt upprunaliga "óðinsdagur", ið er vorðið til "ónsdagur", ið dagurin framvegis eitur í suðuroyarmálføri. Heitið mikudagur er ein stytting av "miðvikudagur" (soleiðis eitur dagurin framvegis á íslendskum), møguliga ávirkað av týska "Mittwoch", og sipar heitið til, at dagurin var tann mittasti av døgunum í vikuni. Fríggjadagur. Fríggjadagur er ein vikudagur. Dagur Frigg. Tað hevur oftani verið misskilt av nógvum, at dagurin var givin heitið eftir Freju, men so hevði dagurin verið kallaður freyagadagur. Á norrønt: "Freyja" Tað norrøna heitið á fríggjadegið er: "frjádagr". Sostatt, hevði heitið Freja ikki rigga til. Frigg, sum var kona Óðin riggar harafturmóti væl til. Frigg hevði ikki so stóran týdning í norrøna gudalæru, men ímillum vesturgermananir hevði hon stóran týdning. Vesturgermananir høvdu ikki hoyrt um Freju, so teir dyrkaði "hana", sum fruktberðs gudindina og ikki Freju. Á gomlum týskum merkir Frigg: "Fría" og Fríggjadagur eitur "fríatag", nytýskum: "freitag" og á gomlum enskum "frígedæg" nyenkst "friday". Á Latíni Veneris dies (Dagur Venus). Dagurin hevur ikki fingið heitið frá gudindini Venus, harafturímóti er tað gongustjørnan Venus, sum dagurin er uppkallaður eftir. Leygardagur. Leygardagur er ein vikudagur. Latín "Saturni dies" (Dagur Saturns), enskt "Saturday". Heitið á vikudegnum kemur frá norrøna "laug" og "dagr", samansett "laugardagr", ið merkir "vaskidagur" ella "baðidagur". Í Norðurlondum ber dagurin líknandi heiti við sínum málsligu frávikum (da. "lørdag", sv. "lördag", fi. "lauantai", no. "lørdag" (nýnorskt: "laurdag"), ísl. "laugardagur". Á til dømis enskum og hollendskum eitur dagurin eftir Saturn, meðan hann á øðrum evropeiskum málum er uppkallaður eftir sabbatinum, (t.d. týskt "Samstag" og franskt "samedi"). Dagurin er vikuligur halgidagur hjá eitt nú jødum og adventistum, ið rokna hann sum 7. dagin í vikuni. Eftir ISO-standardi (ISO-8601), ið ásetur, hvussu dagfestingar eiga at verða gjørdar í telduforritum og í handilssamskifti, er leygardagurin tann 6. í vikuni. Sunnudagur. Sunnudagur er ein vikudagur. Latín: "Solis dies" (føroyskt: "Dagur sólarinnar" enskt: "sunday". Í norrønt málið hevur dagurin eisini fingið heitið sítt frá sólini og er eitt avlop frá heidniskum - á norrønt: "sunnudagr" Ísl: "Sunnudagur" Da.: Søndag, í merkir "solens dag". Á føroyskum merkir tað "Dagur sólarinnar". Út frá hesum er tað lætt at staðfesta norrønt, sum eitt mál, ið er ættað úr latíni. Sunnudagur, sum nú á døgum er vikuligi kristni halgidagurin, hevur vanliga í krisindóminum verið roknaður sum fyrsti dagur í vikuni - eftir jødiskari hugsan, har leygardagur / sabbatur var 7. dagur í vikuni. Nú er vanligari at rokna vikuna at byrja við mánadegi (eftir ISO-standardi (ISO-8601), sum ásetir, hvussu dagfestingar eiga at vera gjørdar í telduforritum og handilssamskifti. Sunnudagurin er hvíludagur og heilidagur í øllum kristnum londum. Tá verða fyriskipaðar gudstænastur í kirkjum og øðrum gudshúsum. Sunnumorgun ringja kirkjuklokkurnar, og tá ið ringt hevur triðja ferð, fara fólk í kirkju. Í gomlum døgum var tann siður, at konufólkini settu seg vinstrumegin (konufólkamegin) í kirkjuni, og mannfólkini høgrumegin (mannfólkamegin). Hetta varð seinni avlagt. Søguligar hendingar. Hetta er ein listi yvir søguligar hendingar sum hendu ávísar dagar í árinum. januar 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 februar 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 (29) ((30)) mars 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 apríl 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 mai 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 juni 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 juli 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 august 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 september 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 oktober 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 november 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 desember 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 Hósdagur. Hósdagur er ein vikudagur. Fyrri liðurin "hós-" kemur frá norrønum "Þórs-" og merkir Tór. Á suðuroyarmáli verður dagurin nevndur "tórsdagur", ið er eldra sniðið. Á latín er heitið "Jovis dies" (Dagur Jupiters). Pólland. Pólland er lýðveldi í Miðevropa. Pólland hevur mark við Eystrasalt, Russland (Kaliningrad) og Litava í norðri, Týskland í vestri, Kekkia og Slovakia í suðri og Hvítarussland og Ukraina í eystri. Pólsku mørkini eru, kanska meiri enn onnur evropeisk, broytt óteljandi ferðir í søguni. Dagsins Pólland varð stovnað eftir 2. veraldarbardaga. Pólland er ein blandingur av spjøddum landbúnaðarbygdum og vøkrum miðaldarbýum. Næstan alt landið er fláur slætti, og tilsamans er tað størri í vídd enn hini trý londini í Miðevropa. Navnauppruni. Gamla norrøna navnið var "Pulinaland". Søga. "Høvuðsgrein: Pólsk søga" Stórslignu miðaldarhúsini í Kraków eru sjónlig dømi um, at Pólland var stórveldi í 15. og 16. øld, áðrenn landið var skift sundur ímillum onnur ríki. Gomlu kirkjurnar, borgirnar og almennu fyrisitingarhúsini í Póllandi eru ímillum tað vakrasta, sum bygt er í Evropa. Mangir bygningar fóru illa ella vórðu oyðilagdir í Seinna heimsbardaga, men í Kraków varð ikki so nógv oyðilagt. Jødarnir í Norður- og Miðevropa flýggjaðu til Pólland og stovna har eina blómandi jødiska mentan í stóru býunum og á bygd. Jødarnir fullu so væl inn í pólska samfelagið, at teir tóku yvir klædnabúnarnar hjá pólska aðalinum, sum enn tann dag í dag er búnin hjá ortodoksu hassidimjødunum. Fyrst í 1980-árunum settu póllendingar seg meiri og meiri upp ímóti kommunistastýri landsins, sum varð stuðlað úr Sovjetsamveldinum. Fakfelagsformaðurin Lech Walesa stóð á odda í stríðnum, tá ið póllendingar sluppu undan kommunistastýrinum. Hann gjørdist forseti í nýggja fólkaræðisstýrda Póllandi í 1990. Tíggju ár frammanundan høvdu ónøgdir verkamenn á Lenin-skipasmiðjuni í Gdansk mótmælt vánaligu viðurskiftum sínum. Fakfelagið Solidaritet, við Lech Walesa á odda, gekk undan í stríðnum. Skiftið til fólkaræði hevði við sær ótrygg politisk viðurskifti. So leingi Pólland stóð undir Sovjetsamveldinum, var landið við í einari stórari, miðstýrdari búskaparskipan. Til dømis varð stál flutt úr Sovjetsamveldinum til Póllands, har tað m.a. varð nýtt til traktorar, ið síðan vórðu fluttir út til okkurt Sovjetlýðveldi. Fólkið. Fyrr búðu mong fólkasløg í Póllandi, men kríggj, jødatyning nasistanna, burturflyting og marknabroytingarnar í 1945 hava havt við sær, at mesta fólkið nú eru póllendingar, ið hoyra til katólsku kirkjuna. Politikkur. "Høvuðsgrein: Pólskur politikkur". Frá 1945 til 1989 var Pólland kommunistiskt. Eftir kollvelting í 1989 varð Lech Wałęsa valdur til forseta. Eftir at fólkaræði aftur varð sett í gildi í 1990, hevur Pólland roynt at lagt stóran dent á at lagt um til marknaðarbúskap og at selt privatum fyritøkum tær stóru, ótíðarhóskandi, ríkisriknu verksmiðjurnar. Pólska fosturtøkulógin er millum tær strangastu í Evropa. Hon er frá 1993 og sigur, at fosturtøkur bara eru lógligar, um lív ella heilsa hjá kvinnuni er í vanda, um fostrið ber álvarslig brek, ella um kvinnan er blivin upp á vegin eftir neyðtøku ella blóðskemd. Sambært pólska heilsumálaráðnum verða einar 1000 lógligar fosturtøkur framdar í Póllandi árliga. Stjórnarskipan. Tjóðartingið í Póllandi er deilt upp í tvey kømur, har tað lægra verður nevnt "Sejm" og hitt hægra verður nevnt Senatið. Í Sejm sita 460 tinglimir og í Senatinum sita 100 senatorar. Lóggávuvaldið er tvíbýtt, og skal eitt lógaruppskot samtykjast í báðum kømurunum fyri at kunna gerast lóg í Póllandi. Lógaruppskotið byrjar í lægra kamarinum, og fer so víðari til Senatið. Um Senatið ikki samtykkir uppskotið, so hevur Sejm tó møguliga fyri at ógilda hesa samtykt hjá Senatinum. Til seinasta tjóðartingsval í Póllandi, tann 25. oktober 2015, vann høgravendi populistiski flokkurin Prawo i Sprawiedliwose, ella PiS sum hann vanliga verður nevndur, reinan meiriluta í báðum kømurunum í póllendska tjóðartinginum. Á føroyskum vildu flokkurin PiS allarhelst itið "Lóg og Rættvísisflokkurin." Mentan. "Høvuðsgrein: Pólsk mentan" Landafrøði. "Høvuðsgrein: Pólsk landafrøði" Pólland er mest eitt slættlendi, alt sum tað er; á markinum til Slovakia er kortini ein høgur fjallaryggur, sum eitur Karpatarfjøllini. Fram við Eysturhavinum eru sandbakkar, og summastaðni byrgja langir sandtangar stórar firðir av frá havinum. Í áarmunnunum er heldur grunt, men kortini er siglandi eftir bæði Oder og Wisla, so tær hava almiklan týdning fyri samferðsluna. Fyri kríggið átti Poland bert eina smala geil norður móti havinum. men tá ið kríggið hæsaði av, varð pólska markið vesturflutt, og landið fekk harvið stórt strekki av Týsklandi, soleiðis at teir nú eiga mikla vídd fram við sjónum. Samstundis sum markið varð flutt vestur á Týskland, varð eisini russiska markið flutt vestur. Nakað suður frá strondini verður landslagið heldur heyggjut við nógvum tjarnum, men moldin er góð. Sunnari koma stórar slættar fløtur við sandmold; sunnan fyri tær hækkar landið so líðandi, men jørðin er av tí besta. og alt er undanvelt. Heilt suðuri ígjøgnum koma so Karpatarfjøllini. Tey eru ikki hægri enn so, at eingin kavi liggur á teimum um summarið, og har vaksa stórir skógir. Búskapur. "Høvuðsgrein: Pólskur búskapur" Stórur partur av póllendingum er smábøndur, og pólska fólkið legði sær eina við at goyma gamlar siðir øll árini, Sovjetsamveldið hevði so stóran ávirkan í landinum. Tí vórðu bóndagarðarnir ikki lagdir saman í ovurstórar felagsgarðar, sum annars var vanligt í londunum, ið vóru undir kommunistiska sovjetstýrinum. Sumstaðni í Póllandi pløga bøndurnir enn við rossi. Enn er eisini vanligt at virka vørur og gera listhandverk heima. Innbúgvið er litfagurt málað, og vanligt er at prýða húsini innan við baldýringum og útskornum lutum. Um fjórðingur av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum. Mesta grøðin er epli, korn og sukurrøtur; nógv verður eisini gjørt burtur úr neytahaldi. Einstakir bøndur hava marknaðarbrúk burturav, men teir flestu dyrka eitt sindur at selja og hava tað, ið eftir er, til sín sjálvs. Landbúnaðurin er soleiðis, tí at flestu garðarnir eru smáir óðalsgarðar og framíhjávinna. Tey, ið sita við gørðunum, eru eldri fólk í eftirlønaraldri. Slovakia. Slovakia (slovakiskt: "Slovensko" ella "Slovenská republika") er eitt lýðveldi í Miðevropa. Í útnyrðing hevur Slovakia mark við Kekkia, í norðri við Pólland, í eystri við Ukraina, í suðri við Ungarn og í útsynning við Eysturríki. Landafrøði. "Gerlachovský štít" - hægsta fjall í Slovakia. Slovakia liggur millum breiddarstigini 47° and 50° N, and longdarstigini 16° og 23° E. Tað slovakiska landslagið er serliga kent fyri tað fjallaríki náttúruna við Karpatafjøllunum, sum strekkja seg tvørtur um alt landið og fevnir um tað mesta av norðara partinum av Slovakia. Í hesum høgu fjøllum eru fjallatindarnir Fatra-Tatra (harímillum eru Tatrafjøllini, stóru Fatra-fjøll og lítlu Fatra-fjøll), slovakisku Ore-fjøllini, slovakisku míðfjøllini ella Beskids. Hægstu fjøllini standa norðuri í landinum, í Karpatafjøllunum tætt við markið til Pólland. Teir hægstu tindarnir eru "Gerlachovský štít" (2.655 m) og "Kriváň" (2494m). Tað lægsta láglendi er tað fruktagóða láglendi í útsynningshorninum av landinum, sum kallast Donau-slættin (slovakiskt: "Podunajská rovina"). Síðan kemur eystara slovakiska láglendi í ein landssynning. Søga. Slovakia, sum vit kenna tað í dag, er í veruleikanum annað landið, ið hevur borið hetta navn. Fyrsta landið var Fyrsta slovakiska lýðveldið (Prvá slovenská republika), ið var til undir seinna heimsbardaga. Mentan. "Folk" siðvenja hevur sterkar røtur í Slovakia og sæst aftur í bókmentum, tónleiki, dansi og arkitekturi. Eitt dømi um hetta er tann slovakiski tjóðsangurin "Nad Tatrou sa blýska", sum hevur røtur í einum fólkatónleikalagi frá "Kopala studienku" mentanini. Politikkur. Slovakia er eitt demokratiskt lýðveldi við parlamentariskari fleirflokkaskipan. Seinasta parlamentsvalið var í mars 2012, og seinasta forsetavalið var í apríl 2009. Fyrisitingarligt býti. Slovakia er býtt sundur í 8 regiónir (slovakiskt: "kraj", fleirtal "kraje"). Hesar eru uppkallaðar eftir høvuðssætinum í regiónini. Regiónirnar hava síðan 2002 í ávísan mun havt sjálvstýri. Regiónirnar eru býttar sundur í fleiri smærri distriktir og kommunur. Tað eru tilsamans 79 distriktir í Slovakia. Funningur. Funningur er ein bygd á norðaru helvt Eysturoyar. Síðani 2010 er Funningur norðasta bygd í Runavíkar kommunu, áðrenn hetta var Funningur høvuðsbygd í Funnings kommunu og Funnings sóknar kommunu. Funningur var nýggjársbygd. Hagar komu fólk úr grannabygdunum at vitja og dansa á nýggjárinum. Hagi. Jørðin í Funningi er 15 merkur, harav einans ein hálv mørk er kongs/almenn. Hagapartarnir eru 5: Líðin, Botnar, Hús, Heimari partur í haga og Innari partur í haga Merkisstøð. Funnings kirkja er ein av gomlu trækirkjunum. Skeiðbundna skipanin. Skeiðbundna skipanin (á enskum: the periodic table) er ein skipan við øllum frumevnunum sett upp í bólkar og periodur, sett upp í teigar. Hvør av teigunum umboðar eitt frumevni, og hvør perioda umboðar tal av skølum. Frumevni í sama bólki hava somu elektronsamanseting í uttasta skali og hava tí ofta eins evnafrøðiligar eginleikar. Frumevnini eru sett upp í rað eftir atomnummari, t.v.s. hvussu nógvar protonir eru í kjarnanum á atominum. T.d. hevur jarn (Fe) atomnummar 26 og eru sostatt 26 protonir í kjarnanum. 2. oktober. 2. oktober er dagur 275 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 276 um skotár er). 90 dagar eru eftir av árinum. 3. oktober. 3. oktober er dagur 276 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 277 um skotár er). 89 dagar eru eftir av árinum. 4. oktober. 4. oktober er dagur 277 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 278 um skotár er). dagar eru eftir av árinum. 5. oktober. 5. oktober er dagur 278 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 279 um skotár er). 87 dagar eru eftir av árinum. Dagurin eitur Placidus. Tá ið Bænadikt úr Nurcia bygdi kleystrið Monte Cassino, fekk hann jørð at byggja á frá ríkum rómverja, Tertullus at navni. Placidus var sonur henda rómverja og gekk Bænadikti til handa. Kom sjálvur upp í munkaskipanina og eftir boðum Bænadikts bygdi hann eitt kleystur á Sikiloy. Kleystrið varð rænt og lagt í oyði av sjórænarum og Placidus dripin. Sambandsflokkurin. Sambandsflokkurin varð sum tann fyrsti flokkurin í Føroyum stovnaður í 1906. Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkurin varð stovnaður, men tann 18. august 1906 boða 13 av 22 tinglimum frá í Dimmalætting, at teir hava skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevnir seg ”sambandsmenn”. Flokkurin er ein liberalur flokkur, sum virkar fyri eini støðugari og frísinnaðari menning av Føroya fólki, búskaparlig, mentunarliga og stjórnarliga. Flokkurin gongur inn fyri, í ríkisfelagsskapi við Danmark, at reka ein framburðssinnaðan politikk á øllum økjum. 2019–2023. Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Sambandsflokkurin 7 tingfólk vald. 2011–2015. Á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 fekk Sambandsflokkurin 8 tingfólk vald. Hin 10. februar 2014 vaks flokkurin við einum tingmanni afturat, tá Gerhard Lognberg gjørdist limur í flokkinum, eftir at hann varð koyrdur úr Javnaðarflokkinnum 2. november 2013 og síðan var uttanflokkatingmaður í góðar tríggjar mánaðar. Sambandsflokkurin hevur ikki havt 9 tinglimir síðan 1932. Ávisingar úteftir. Sambandsflokkurin Hin føroyski fólkaflokkurin. Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri) varð stovnaður í 1939. Fólkaflokkurin er ein konservativur flokkur á Løgtingi. HUXA er nevndin hjá fólkafloksungdómi. Fólkaflokkurin er ein borgarligur og afturhaldssinnaður flokkur. Flokkurin vil hækka skattalágmarkið, og betri lánmøguleikar til at fíggja íløgur til umleggingar og útbyggingar av vinnulívi landsins. Fólkaflokkurin gjørdist limur í felagsskapinum "Alliance of European Conservatives and Reformists" (AECR) í november 2013. Uppruni. a> og hann sat á tingi frá 1906-1936, tá hann segði seg úr flokkinum og fór í part við teimum, ið stovnaðu Vinnuflokkin. Hesin broytti í 1940 navn til Fólkaflokkurin. Búskaparliga heimskreppan í 1930-árunum elvdi framburðsmonnum til at stovna Vinnuflokkin, sum á løgtingsvalinum í 1936 fekk tvey umboð á tingi. Teir gomlu, Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin, høvdu frá 1906 mest stríðst fyri føroyskum máli og mentan, og Javnaðarflokkurin frá 1928 fyri javnari býti av framleiðsluvirðunum. Men undir heimskreppuni var lítil og eingin framleiðsla at býta. Tá Sjálvstýrisflokkurin fór í tvíningar í 1938, kastaðu vinnufloksfólk og tey sjálvstýrisfólk, sum fylgdu Jóannesi Patursson, bónda, saman og stovnaðu Fólkaflokkin í 1939. Við valið í 1940 fekk Fólkaflokkurin seks tingmenn við teirri stevnu at gera Føroyar búskaparliga sjálvbjargnar og politiskt sjálvstøðugar. Kríggið gav løgtinginum ábyrgd av lóggávu og fyrisiting, og hákonjunkturur gav fólki hug til at standa á egnum beinum búskaparliga. Fólkaflokkurin vísti á týdningin av tíðarhóskandi undirstøðukervi og vinnulívi, so Føroyar ikki framhaldandi skuldu liva sum eitt olmussuhús av donskum veitingum, men skuldu tryggja landsins inntøkur av tí, sum fríur fiskiskapur á Atlantshavinum og aðrir vinnuvegir kundu geva einari fiskivinnutjóð við nýggjum fiskiflota, fíggjaður privat og alment. 1940-árini. a> og politikari fyri Fólkaflokkin. Hann var landsstýrismaður 1950-51 og fólkatingsmaður 1943-1950, varð aftur valdur á fólkating í 1957. Stevna Fólkafloksins fekk breiða undirtøku, 12 tingmenn av 25 við valið í 1943 og 11 av 23 tingmonnum í 1945. Báðu ferðir bert ein undir meiriluta (og Sjálvstýrisflokkurin uttan tingumboð). Eftir krígslok virkaði Fólkaflokkurin fyri fólkaatkvøðu við fýra valmøguleikum um framtíðarstøðu Føroya og ætlaði at fáa meiriluta fyri víðum sjálvstýri uttan fyri, men við ávísum tilknýti til og samstarvi við danska ríkið (líkt Íslandi í 1918). Tað miseydnaðist. Stjórnin saman við Sambands- og Javnaðarflokkinum setti alt upp eftir kanti: Antin tætt samband ella loysing. Meiriluti fyri loysing við fólkaatkvøðuna í 1946 kom øllum dátt við. Fólkaflokkurin tók úrslitið til eftirtektar og fór undir at fyrireika fullveldi. Men kongur sendi eftir boðum frá stjórnini løgtingið heim, tí úrslitið av fólkaaktvøðuni skuldi vera ógreitt, valluttøkan lág (2/3 av veljarunum), og loysingin tískil bert stuðlað av 1/3 av Føroya fólki. Løgtingsvalið í november 1946 var hart bakkast fyri sjálvstýrisfólk: Fólkaflokkurin bert 8 tingmenn av 20, og Sjálvstýrisflokkurin aftur umboðan á tingi við 2 monnum í parti við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum. Hesir tríggir evnaðu saman við donsku stjórnini Heimastýrislógina í 1948 og skipaðu fyrsta landstýri 1948-1950. Hvat eftirmæli Heimastýrisskipanin fær, so gav hon løgtinginum meiri lóggávuvald og nýstovnaða landstýrinum fríari fyrisitingarligar ræsur enn amtstøðan fyri kríggið. Tey framstig vóru neyvan hend uttan tjóðskaparligu rembingarnar undir krígnum. 1950-árini. Men hákonjunkturin eftir kríggið endaði í 1949, tá fallandi fiskaprísir og pundskursur saman við hækkandi kolaprísum gjørdu raksturin á teim nýkeyptu men útslitnu trolarunum tungan. Støðan versnaði í 1950, so Fólkaflokkurin valdi nevndir á Ólavsøku og skipaði samgongu við Sambandsflokkinum eftir valið tað heystið. Á valinum fekk Fólkaflokkurin 8 tingmenn og tann nýstovnaði, vinstravendi loysingarhugaði Tjóðveldisflokkurin tveir. Bankakreppan í 1951 lamdi stóran part av vinnulívi og sendi hundraðtals fiskimenn til sjós við fremmandum skipum. Men longu seinast í tí valskeiðinum vóru lunnar lagdir undir stóra lógarverkið at endurnýggja fiskiflotan. Hetta arbeiði helt fram, eftir at Fólkafloks- Sambandslandstýrið var víðkað við Sjálvstýrisflokkinum eftir valið í 1954. Nýggir trolarar og stállínuskip í stórum tali vóru í gerð og komu, og inntøkurnar vóru farnar at vaksa, tá løgtingsvalið í 1958 broytti meirilutan á løgtingi. Fólkaflokkurin fekk bert fimm tingmenn valdar. Sambandsflokkurin styrknaði, og skipaði samgongu við Sjálvstýris- og Javnaðarflokkinum, sum gjørdist størsti flokkur við 8 tingmonnum, m.a. tí hann lovaði at fíggja eina føroyska fólkapensjón við hjálp frá donsku stjórnini sum tøkk fyri NATO-støðirnar í Føroyum. Tjóðveldisflokkurin vaks upp í 7 tingmenn, men lá ov langt frá Javnaðarflokkinum tjóðskaparliga til samstarv. 1960 til 1980. a> var løgmaður í Føroyum 1963 til 1967. Eftir fýra ár í andstøðu eydnaðist Fólkaflokkinum við Hákuni Djurhuus, sum løgmanni, at skipa fyrra sjálvstýrislandstýrið við Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Tann vøkstur í búskapinum, sum var byrjaður við nýggjum fiskiflota, helt fram í tí valskeiðnum. Fiskimarkið fór út á 12 fjórðingar, og fyrstu átøk gjørd til at fáa Føroyum nýtt veganet og havnaløg, sum vit kenna í dag. Valið í 1966 gjørdi, at landstýrið misti meirilutan á tingi. Sjálvstýrisflokkurin yvir til Javnaðar- og Sambandsflokkin, sum skipaðu landstýri við Atli Pætursson Dam og Kristiani Djurhuus sum løgmonnum til 1970 og síðan undir leiðslu av Atla Dam til 1974. Eftir valið í 1974 var systemskifti, og Fólkaflokkurin fór í samgongu við Javnaðarflokkinum (Atli Dam løgmaður) og Tjóðveldisflokkinum. Stóra takið var at laga føroyska fiskiflotan og fiskivinnuna á landi til stórbroytingar og avbjóðingar av, at øll fiskimørk fóru út á 200 fjórðingar. Fleiri málsøki vóru yvirtikin frá danskari til føroyska fyrisiting, eitt nú postverk, almanna-, heilsu- og skúlaverk. Samgongan helt fram eftir valið í 1978, til nýval varð í 1980. Eftir tað varð borgarlig samgonga skipað millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, við Paula Ellefsen sum løgmanni, og Jógvani Sundstein, formanni Fólkafloksins, sum løgtingsformanni. 1990-árini. a> var løgmaður í Føroyum 1998-2004, hann hevur eisini verið fiskimálaráðharri, fíggjarmálaráðharri, løgtingsformaður og formaður í Løgtingsins Fíggjarnevnd. Hann var limur í Danska Fólktinginum frá 2005 til 2007. Eftir løgtingsvalið í 1994 varð Fólkaflokkurin hildin uttan fyri samgonguna undir leiðslu Sambandsfloksins, Edmund Joensen løgmaður, við Javnaðarflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Verkamannafylkingini. Í desember 1994 reisti Bjarni Djurholm, vegna fólkaflokkin, uppskot á tingi um kanning av partabrævabýtinum millum Sjóvinnubankan og Føroya Banka. Uppskotið varð einmælt samtykt. Samtyktin hevði við sær, at bankakanningin varð sett í verk á sumri 1995. Úrslitið av kanningini varð støðið undir avtaluni hin 10. juni 1998, um skuld landskassans við stjórnina. Men tá Javnaðarflokkurin fór burturúr á sumri í 1996, vóru boð eftir Fólkaflokkinum, sum tók fiskivinnu- og fíggjarmál. Saneringar av bankakervi og vinnulívi, lág renta, góður fiskiskapur og fiskaprísir, og tann frílynti skattapolitikkurin settu ferð aftur á búskapin. Eftir løgtingsvalið í 1998 tók Fólkaflokkurin við leiðsluni av sjálvstýrislandstýrinum, Anfinn Kallsberg løgmaður, við Tjóðveldis- og Sjálvstýrisflokkinum. Avtala fekst við danir um bankaskuld, undirgrundarmark fekst við bretar, fígging av kommunuskuld og nýggjur handilssáttmáli við ES. Tað eydnaðist ikki fullveldissamgonguni at fáa endaliga avtalu við donsku stjórnina um Føroyar sum fullveldis ríki. Nyrup-stjórnin helt uppá, at so varð blokkurin laðaður niður eftir 4 og ikki 12 árum, sum landstýrið bað um. Tískil varð eingin sáttmali, sum bæði tingini høvdu samtykt, at leggja út til fólkaatkvøðu. Samgonguni eydnaðist tó at skerja blokkin 35 % 366 mió kr, sum svaraði til kostnaðin av skúlamálum og part av almannamálum. BTÚ øktist úr 6,5 upp í 10 mia. kr, so bæði inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna vuksu. Politikkur. Fólkaflokkurin vil virka fyri eini flatskattaskipan við hækkandi botnfrádrátti. a>, "Alliance of European Conservatives and Reformists". a> til tess at gera avtalu um skipanina av verjumálum. Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í NATO. Umboð á Løgtingi 2019 til 2023. Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Fólkaflokkurin 8 tingfólk vald. Umboð á Løgtingi 2011 til 2015. "Fólkaflokkurin fekk 8 umboð vald á Føroya Løgting í 2011, men í sep. 2013 gjørdist Janus Rein limur í Fólkaflokkinum, hann varð valdur inn á ting fyri Framsókn, men fór úr Framsókn á heysti 2012. Tingmanning Fólkafloksins øktist tí til 9." Slóðir úteftir. Føroyski fólkaflokkurin, Hin Miðflokkurin. Miðflokkurin (MF) er ein politiskur flokkur í Føroyum. Miðflokkurin varð stovnaður 30. mai í 1992. Miðflokkurin er flokspolitiskt ógvuliga konservativur, tá ið talan er um siðfrøðilig virði; flokkurin er m.a. hart ímóti fosturtøku og samkyndum hjúnalagi. Miðflokkurin hevur eisini fleiri ferðir talað ímóti at grein 266b skuldi koma í gildi í Føroyum. Søga. Í 1991 settu nøkur trúgvandi fólk sær fyri at stovna nýggjan politiskan flokk. Tordur Niclasen, løgtingsmaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokk var ein av stovnarum floksins. Á fundi 30. november 1991 á Hotel Hafnia í Tórshavn varð gjørt av, at nýggi flokkurin skuldi eita Miðflokkurin. Eisini varð samtykt ein fyribils arbeiðsætlan, sum í dag er kend sum hini 16 punktini fremst í stevnuskránni. Fyri at nýggjur flokkur kann stilla upp til løgtingsval, er neyðugt at hava í minsta lagið 800 undirskriftir. Á stovnandi aðalfundinum í 1992 varð upplýst, at higartil eru savnaðar tilsamans 560 undirskriftir. Fyribils stevnuskrá varð løgd fyri fundin og samtykt. Stevnuskrá. Flokkurin virkar fyri einum samfelagi við kristnum grundarlagi, og at politiskar avgerðir, sum verða framdar, samsvara við hesa lívsáskoðan og hugsjón. Virkað verður eisini fyri at sjúk, gomul og brekað fólk skulu hava eitt trygt og gott lív. Tað skal arbeiðast miðvíst við at minka um rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu. Føroyar skulu ikki verða partur av ES, men í staðin fyri styrkja samstarv við lond uttanfyri felagsskapin. Í siðfrøðiligum spurningum, sum til dømis fosturtøku, virkar flokkurin fyri at ófødda barnið verður vart við lóg. Deyðshjálp verður mett sum dráp og skal tí ikki vera møgulig. 2019-2023. Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Miðflokkurin 2 tingfólk vald. Keldur. Miðflokkurin Fríðrikur Petersen. Fríðrikur Petersen (* 22. apríl 1853 í Saltnesi - † 26. apríl 1917 í Frederiksberg) var próstur við bústaði á Nesi, yrkjari, umsetari og politikari. Petersen varð føddur á Saltnesi í Eysturoy í 1853. Í 1875 tók hann studentsprógv í Íslandi og í 1880 cand.theol.-prógv við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Hann starvaðist sum prestur í Sandoy og í Suðuroy og var próstur á Nesi í Eysturoy. Hann var virkin í politikki. Hann sat í løgtinginum (1890-91, 1893-1917) og í landstinginum (1894-1902/1906-1917). Hann stovnaði saman við øðrum Sambandsflokkin í 1906. Hann var formaður í flokkinum frá 1906 til 1917. Fríðrikur hevur skrivað fleiri av okkara kendastu fosturlandssangum. Hann varð studentur í 1875, prógv í filosofikum í 1876 og gudfrøðisprógv (cand.theol.) í 1880. Hann yrkti nógvar sangir, m.a. fyrsta føroyska tjóðsangin "Eg oyggjar veit" og "Gleðilig jól". Hann var mammubeiggi Hans Jacob Højgaard, tónaskald. Politikkur. Fríðrikur Petersen var løgtingslimur 1890-1891 og 1893-1917. Hann umboðaði Sambandsflokkin á tingi frá at flokkurin varð stovnaður í 1906 fram til 1917. Somuleiðis var hann formaður floksins 1906-1917. Hann var landstingslimur 1894-1902, 1906-1914 og 1915-1917. Erlendur Patursson. Erlendur Patursson (20. august 1913 - 16. juni 1986) føddur í Kirkjubø, sonur Jóannes Patursson og Guðny. Blaðungur fór hann til Íslands, har hann í 1933 tók studentsprógv. Haðani fór hann til Oslo, har hann tók 1. part í búfrøðislestri, fullfíggjað "cand. polit" prógv tók hann á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1942. Heimafturkomin til Føroya eftir stríðslok var hann fíggjarligi ráðgevi løgtingsins 1946-1947, eitt skifti fiskimaður og í 1953 varð hann kosin til formann í Føroya Fiskimannafelag. Nú kom hann av álvara upp í politikk. Hann var við til at stovnseta Tjóðveldisflokkin og gjørdist í apríl 1949 blaðstjóri á málgagni floksins 14. September, eitt starv hann røkti í fyrstu atløgu fram til 1962 og aftur frá august 1973 til januar 1976. Í 1954 varð hann valdur tingmaður fyri Sandoyar valdømi, sum hann umboðaði fram til 1966. Frá 1970 hevur hann verið valdur á ting fyri Suðurstreymoyar valdømi. Hann var landsstýrismaður í sjálvstýrislandsstýrinum 1963-1966 og føroyskur fólkatingsmaður 1973-1977. Patursson hevur lagt úr hondum frágera nógv skrivligt tilfar, umframt tær hundraðtals politisku blaðgreinirnar og tey mongu ritini, ið viðgera samfelagsmál, hevur hann skrivað tvey stórverk. Annað er minningarrit Føroya Fiskimannafelags"»Fiskiveiði - Fiskimenn 1850-1939 I-II", sum kom út 1961, og fram-haldið "Fiskivinna og fiskivinnumál 1940-1970 I-II-III", ið kom út í tíðarskeiðinum 1976-1981, og hitt er ein Føroya søga, ið ætlandi kemur í 5 pørtum, harav tríggir eru komnir. Fyri ritverk síni fiskivinnuni viðvíkjandi fekk høvundurin í 1981 heiðursløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir Keldur. Patursson, Erlendur Patursson, Erlendur Patursson, Erlendur Patursson, Erlendur Jóannes Patursson. Jóannes Patursson (føddur 6. mai 1866 í Kirkjubø, deyður 2. august 1946) vanliga nevndur Bóndin, búði í Kirkjubø, har hann eisini festi størsta kongsgarðin í Føroyum. Foreldrini vóru Trina Dionedatter f.1840 á Velbastað, norði á Heyggi og Páll Patursson úr Kirkjubø. Jóannes var langabbasonur Nólsoyar Páll. Jóannes giftist við Guðny Eiriksdóttur úr Karlsskála í Íslandi. Jóannes fór til Noregs í 1882, har hann fekk landbúnaðarútbúgving. Hann hevði stórar ætlanir um landbúnað í Føroyum. Í 1884 kom hann heimaftur og hitti á vegnum ein komandi føroyskan tjóðskaparmann, Rasmus Christoffer Effersøe, sum hann fór at samstarva nógv við í framtíðini. Í 1887 tók skriving seg upp í Dimmalætting um Føroya støðu í mun til Danmarkar, og hetta bleiv í 1888 til veruligt kjak. Og jóladag 1888 var Jólafundurin í tinghúsinum, har samtykt varð, at virkast skuldi fyri at varðveita føroyska málið, sum tá var hótt. Hetta førdi til stovnanina av Føringafelagi í 1889. Jóannes varð valdur í Løgtingið í 1901, og fór har at virka fyri endamáli Føringafelags, sum var Hann sat í løgtinginum restina av lívinum. Her býttust føroyskir tinglimir í liberalar, sum Jóannes hoyrdi til, og konservativar. Í 1906 var Sambandsflokkurin formliga stovnaður, og grundarlagið undir føroysku flokkskipanini skapt. Fyrsta tíðin í løgtinginum gekk væl, og Løgtingið vann nógvar pengar tey fyrstu árini. Jóannes og Christian Bærentsen, vinstri- og amtmaður, fingu fleiri lógir ígjøgnum, eitt nú nýggja lønarlóg fyri lærarar, skipatrygging o.s.fr. Eisini fingu teir Fólkatingið at játta Føroyum 57 000 kr um árið. Jóannes setti uppskot um tað sonevnda 'hvalagjaldið', har Løgtingskassin vann um 10 000 - 15 000 krónur um árið, sum eisini varð viðtikið. Hugsjónir Jóannesar byrja spakuliga at koma til lívs, og tað tykist, at skjótt vera Føroyar sjálvstøðugt, sum Jóannes hevur ynskt. Á Ólavsøku í 1902 legði Jóannes fram uppskot, at brennivínstollurin, sum áður var farin í ríkiskassan og var størsta inntøka ríksins úr Føroyum, skuldi nú umsitast av Løgtinginum. Hetta tók ongin av tingmonnunum undir við, og er tað hetta uppskotið sum seinni spøkir aftur, tá Jóannes 'fellur' í 1906. Jóannes sat í danska fólkatinginum 1901-1906 og í danska landstinginum 1918-1920 og 1928-1936. 1901-1906 umboðaði hann Suðuroyar valdømi, og Suðurstreymoyar valdømi 1906-1946. Tjóðskaparkensla Jóannesar fánar ikki, tá hann verður fólkatingslimur. Tvørtímótir. Hann nýtir høvið í fyrstu talu síni at greiða donsku pressu og politikarum frá um føroysk viðurskiftir. Dentur varð framvegis lagdur á móðurmálið og skúlagongd, har hann krevur, at næmingar skulu læra føroya søgu. Hann staðfestur, at ongin fíggindaskapur fylgdi við teimun tjóðskaparligu viðurskiftinum, og loysing frá Danmark enn ikki ein ætlan. Áður er Jóannes stemplaður sum “"danahatari"” og stuðlari av 'separatismu'. Hugtøkini verða fyrstu ferð nýtt um Jóannes í 1894 í eini veistlu fyri sýslumanninum, H. C. Muller, tá Jóannes læt glasið standa á borðinum, tá skálað varð fyri “"móðurlandinum Danmark"”. Løgtingið verður alt fólkavalt og skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni. Ríkisins umboðsmaður sleppur á fundirnar, men hevur ikki atkvøðurætt. Eingin lóg verður gandandi í Føroyum, uttan hon øll er samtykt av løgtinginum. Løgtingið kann gera lógaruppskot, sum stjórnin beinleiðis kann góðkenna. Løgtingið fær undir uppsýni av stjórnini ræðið á serligu føroysku fíggjarviðurskiftunum. 1906-1940 var Jóannes í Sjálvstýrisflokkinum. Men tá hann ikki varð valdur at stilla upp fyri flokkin í 1940, fór hann úr flokkinum. Saman við Vinnuflokkinum stovnaði hann Hin føroyska fólkaflokkin (radikalt sjálvstýri). Hetta samsvaraði væl við broytta lyndi hansara. Í fyrstuni var Jóannes hóvligur sjálvstýrismaður, men til endans var hann víðgongdur loysingarmaður. Leygardagin 14. september 1946 var fólkaatkvøða um ríkisrættarstøðu Føroya, og ein meiriluti av fólkinum valdi loysing. Men av tí at Jóannes doyði 2. august, slapp hann ikki at síggja tað henda. Yngri árini og sprettan av tjóðskaparkensluni. Bóndagarðurin hevur nógv ættarlið á bakið, og mentanin er sterk. Har er nógv at byggja á og kenna ábyrgd fyri. Á ungum árum, leggur pápin hesa ábyrgdarkensluna niður í sonin. Foreldrini hava uttan iva spælt ein avbera stóran leiklut í, hvør Jóannes gerst sum persónur. Sum 15 ára gamal, fer Jóannes til Noregs á landbúnaðarskúlan, Stend. Seinni tekur hann búnaðarprógv í Os, uttanfyri Oslo. Heimafturkomin, festir hann kirkjubøgarð. Hann tekur ikki bert vitanin um landbúnaðin við sær heim aftur. Í Noreg hoyrir hann stríð Bjørnstjerne Bjørnson um Norska flaggi, og um onnur, tá, óvunnin rættindi; og á skúlanum eru eisini íslendingar ið hava sína ávirkan. Tilboðið. Í 1906 merkist av álvara at føroyski tjóðskaparhugurin er givin at blóma. Hin 14.mai 1906, leggur Jóannes, fram eitt tilboð til Løgtingið frá donsku stjóruni. “Tilboðið” vildi í høvuðsheitinum føra við sær at Løgtingið fekk størri ábyrgd á nøkrum málsøkjum í Føroyum, afturfyri at fáa eisini krevja skatt inn. Eftir viðgerð á tingi í mai mánaði, var samtykt at heita á løgmalaráðharran um at koma við einari skrivligari orðing av tilboðnum. Eisini kann sigast, at Oliver Effersøe, sum umboðaði komandi sambandsflokkin, gjørdi sær stóran ómak at tala niður um “Tilboðið”, sum seinni gjørdist niðurlag fyri Jóannes. Sama ár er bæði fólkatings- og løgtingsval. Fólkatingsvalið hin 22. juni gjørdist ein stórur ósigur fyri bóndan úr Kirkjubø, har mótstøðumaðurin, Oliver Effersøe, fekk meir enn tvífalt so nógvar atkvøður sum Jóannes. Sjálvstýrispolitikkur var av álvara í vanda fyri falli. Á løgtingsvalinum hin 18. juni vóru valdir 8 sjálvstýrispolitikkarar, meðan Sambandsflokkurin fekk 12 valdar. Við hesum var løgtingið býtt í tveir partar: ein sambandsflokk og ein sjálvstýrisflokk. Sambandsflokkurin var settur á stovn í 1906. Sjálvstýrisflokkurin hevði virkað sum flokkur síðan 1903, tá Føroya Framburðsfelag varð sett á stovn, men varð formliga settur á stovn í 1908 ella 1909. Tá “Tilboðið” verður viðgjørt á Ólavsøku í 1906, verður tað eitt sjálvsagt niðurlag fyri Jóannes (meirluturin var jú sambandsmenn). Fall Jóanessar. Jóannes varð skuldsettur fyri bæði eitt og annað. Tað at Fríðrikur Petersen, próstur, var í móti Jóannessar politisku hugsjónum, hevur verið ein avgerandi faktorur, tá Jóannes 'fall'. Fólkið í Føroyum hevði stóra virðing fyri prósti, og tá hann og floksmenn hansara skuldsettu Jóannes fyri bæði "danahatur" og '"separatismu"', hevði bóndin ongan kjans. Hugtøk sum '"Brændevinspartiet"' og '"ædruelighedens fjende nr. 1"', sum hava uppruna í 1902, tá hann setti fram uppskot um brennivínstoll, vórðu tikin fram aftur. Danmark hevði umsitið brennivínstollin í mong ár, men er tó ongantíð komið undir slíkt hugtak. Viðhaldsmenn Jóannessar blivu stemplaðir sum '"skilsmissepolitikere"' og ótrúgvir ríkisfelagsmenn"'. Umframt skuldsetanir, varð hótti ein av høvuðsfaktorinum til fallið. Tá tala var um m.a. “Tilboðið”, "hótti" Skattaræðingin við høgum skatti og segði at avleiðingar vóru “innliming til ein annan stat”. Virðingin fyri danir var so høg, at fólkið ikki longur vildi kennast við Jóannes og sjálvstýrispolitikk hansara. Tóroddur Poulsen. Tóroddur Poulsen (føddur 15. oktober 1957 í Havn) er yrkjari, rithøvundur, listamaður og tónleikari. Tóroddur Poulsen er helst Føroya virknasti yrkjari. Hann fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 1992 og Mentanarvirðisløn Landsins í 2013. Harumframt hevur hann verið tilnevndur til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 1996, 2002, 2005, 2009, 2011 og 2014. Hann starvast sum rithøvundur og er búsitandi í Keypmannahavn. Tóroddur hevur givið út fleiri yrkingasøvn. Stílurin er rættiliga ymiskur, stundum prosakendur, stundum knappur og onkuntíð haikukendur. Í sínum yrkingum lýsir hann m.a. tann innara heimin, mótsetningar í samtíðini og moralin. Hann kann vera speirekandi og atfinningarsamur eins og kensluborin. Slóðir. Poulsen, Tóroddur Regin Dahl. Regin Dahl er føddur í Sandagerði í Havn 5. november 1918, deyður 29. mars 2007 í Keypmannahavn. Hann var føroyskt skald og tónaskald. Regin var sonur Jákup Dahl, próvst. Lívsstarv hansara var hjá danska forlagnum Gyldendal sum forlagsráðgevi. Dahl fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens bæði í 1973 og í 1979. Hann er eisini kendur í Føroyum fyri at hava endurnýggjað føroyskan tónleik. Tá hann fylti áttati í 1998 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Hetta var fyrstu ferð hendan virðisløn var givin. Hann var estetikari, yrkjari, tónleikari, týðari og mangt annað. Hann var kendur í Danmark fyri at týða yrkjaran "Baudelaire" til danskt. Lívssøga. Regin las fagrar bókmentir og norrønt í Keypmannahavn. Tá hann var átjan ára gamal gav hann út fyrsta yrkingasavnið "í útlegd". Hann yrkti her um útlegdina, ið er eitt afturvendandi tema í hansara skaldskapi, mest tí hann alt lívið var útiseti. Fyrstu yrkingarnar komu í "Varðan" í 1936. Eftir hetta skrivaði hann átta søvn. Regin kom at endurnýggja føroyska yrking. Heitini til søvnini eru egin og sýna málsligt tilvit, so sum "Beltisgyrði", ið er bandið, sum bakkamenn hava um miðjuna at heingja fuglin í, "Gongubitar", ið eru bitar, ið menn høvdu við sær í hagan, t.d. á fjalli, "Eftirtorv", ið er torv, sum sløðist eftir á heiðini. Ávísingar úteftir. Dahl, Regin Dahl, Regin Dahl, Regin Tórshavn. Tórshavn ella Havnin (danskt heiti: "Thorshavn") er høvuðsstaður í Føroyum og nógv størsti býurin, hóast hann ivaleyst er ein av heimsins minstu høvuðsstøðum. Í meira enn 1.000 ár hevur Tórshavn verið miðdepil landsins. Men ikki fyrr enn í 1866 varð Tórshavn formliga viðurkendur sum sjálvstýrandi eind, sum veruligur høvuðsstaður. Havnin er ein nútímans, virkin býur við handilslívi, ídnaði og fyrisiting, við skúlum og fjølbroyttum valmøguleikum til víðari útbúgving, við ítrótti og einum blómandi mentanarlívi. Býurin er bygdur rundan um tvær smáar vágir: Vestaru Vág og Eystaru Vág, sum Tinganes gongur út millum. Havnin er vaksin nógv seinastu hundrað árini. Eins og í nógvum øðrum nútímans stórbýum eru nógv frítíðartilboð, og møguleikarnir at fáa arbeiði ella at nema útbúgving eru betri í Havn enn á bygd. Havnaøkið hevur stóran týdning. Her verður farmur lossaður, og flestu ferðafólkini koma og fara um Havnina. Árliga koma og fara 3.400 skip um Tórshavnar havn, og 680.000 tons fara um bryggjukantin. Havnin er sjálvur landsins landafrøðiligi miðdepil, og her er landsins tingstaður, sum hann hevur verið í meira enn 1.000 ár. Í Tórshavn og økinum rundanum búgva uml. 20.000 fólk. Navnið. Navnið er samansett av "Tór", sum er norrønur gudur, og "havn". Av tí at fyrri liðurin "Tórs" hevur verið lítið brúktur á manna munni, hevur almenna býarnavnið "Tórshavn" ikki broytt snið gjøgnum tíðina, eins og heitini "Hósvík" og "hósdagur", har "Tórs-" við tíðini er blivið til "Hós-". Landnám (800–1050). Í Føroyingasøgu kunnu vit lesa, at í Tórshavn hevur líka frá gamlari tíð verið tingstaður hjá føroyingum. Tá komu Føroya bøndur við stórum fylgi til tings í Tórshavn. Úti í Tinganesi settu teir búðir sínar upp, og har vórðu tær standandi, so leingi sum tingið vardi. Longu í landnámstíðini gjørdist Havnin ein savnandi miðdepil, har føroyingar hittust. Eftir tátíðarmáti var tað eitt fátæksligt pláss, við kargari jørð og nógvum mjørka, ongum rekaviði og ongum fuglabjørgum, og harumframt trupult at verja móti álopum. Eisini vóru lendingarviðurskiftini vánalig, sjálvt eftir føroyskum mátistokki, og var Havnin tískil ikki egnað sum niðursetupláss. Men sum miðdepil varð hon vælegnað, og her hittust føroyingar – til avgerð av trætum, til rættargongd og til tingsetur. Og her varð avgerðin tikin ár 999, at føroyingar skuldu taka við kristnari trúgv. Í tilknýti til tær árligu tingseturnar vaks upp ein marknaður, og Tórshavn gjørdist eitt fast handilspláss. Saman við tingsetunum kom eisini handilsskapur, og Tórshavn gjørdist handilsstaður og miðstøð føroyinga. Miðøld (1050–1600). Tá Føroyar komu undir Noreg og seinni undir Danmark, kom einahandilin og við honum embætismenninir. Hesir búsettust í Havnini og bygdu teir skansar fyri at verja handilsvørurnar. Tað nógva virksemið í Havnini fekk nógv fátækrafólk av bygd at flyta til Havnar, tí har kundu tey vinna sær til lívsins uppihald við handilin, við at byggja skansa ella sum soldátar. Longu undir einahandlinum fekk Niels Ryberg loyvi at seta á stovn ein transithandil í Vágsbotni. Við hesum byrjaði nýggj tíð, og eitt nýtt handverk kom fram. Fólk lærdu seg at salta sild og at turka klippfisk. Um somu tíð vórðu undan um Havnina stykkjaðar út traðir og latnar Havnarfólki til traðarbrúk. 1800-árini. Við nýggju donsku grundlógini í 1849 varð nýggj fyrisiting skipað við amtum og kommunum í danska ríkinum, og tann 16. februar 1866 kom lóg um "Thorshavns kommunale Forfatning". Tá gjørdist Tórshavn serstøk kommuna, ið umfataði staðin sjálvan og garðarnar uttanfyri, Húsagarður og Álaker við tí, ið til teir hoyrdu. Til at stýra kommununi skuldu veljast 5 borgarar í borgaraumboðið, "Borgerrepræsentationen", sum tað kallaðist. Hesir fimm skuldu stýra saman við landsins fúta, sum var fastur limur í stýrinum. Á nesinum og uttan um Eystaruvág var so búsetingin. Fólkatalið fór at vaksa og var komið upp á 850, tá ið einahandilin var avtikin og fríhandil settur á stovn í 1856. Byrjanin til tann føroyska fiskiflotan varð løgd, tá Trappubrøðurnir úr Havn keyptu sluppina Fox. Men orsakað av teimum vánaligu havnarviðurskiftunum í Tórshavn mentist tann nýggja vinnan skjótari úti á bygdunum. Tað var eyðsæð, at neyðugt var at bøta um havnarviðurskiftini, og í 1927 var Tórshavnar Havn ein veruleiki. Havnin gjørdist keypstaður tann 1. januar 1909, og býurin er í støðugari menning. Vinnuvegir. Havnin hevur nógv skip og nógv tað størsta handilsvirksemið í Føroyum. Har er t.d. stór skipasmiðja, har nógv skip verða bygd, bæði úr stáli og viði. Havnin er brimpláss, hon liggur opin fyri havalduni, men har er so góður brimgarður gjørdur, at tað er leggjandi at í næstan øllum veðri. Higar koma eisini ferðafólk úr útheimi til Føroya, og meginparturin av øllum farmi, og vestanfyri er hugnalig smábátahavn og fyrr eisini fiskivinnuhavn. Til Havnar kemur nógv fólk ferðandi úr útlondum og úr øllum bygdum í Føroyum. Føst innanoyggja ferðasigling er til Havnar úr Suðuroy og úr Nólsoy. Mentan. Í Havn er alt, sum einum stórbýi hoyrir til. Bæði til arbeiði, frítíð, lærustovnar, studentaskúli, fólkaskúlar og ymiskt til persónliga røkt og menning. Her eru dagstovnar, skúlar, ítróttaøki við fótbóltsvøllum, svimjihøll og rennibreyt, heilsuverk við sjúkrahúsi, og øðrum viðgerðarmøguleikum, tilhald til eldri fólk, eins og fleiri ellis- og røktarheim og sambýli eru í býnum. Stór hús eru til dømis tey gomlu amtmanshúsini, Føroya Fólkaháskúli, Landssjúkrahúsið, Hotel Hafnia, Hotel Føroyar, telefonhúsið, Kommunuskúlin, Bacalao og SMS. Í Havn eru fleiri danskir stovnar: Sorenskrivarin, Ríkisumboðsmaðurin, Landslæknin og Løgreglan. Har er eisini bæði Føroya biskupur, Fornminnissavnið, Landsbókasavnið og Býarbókasavnið. Í Tórshavn er hægstu skúlar í Føroyum – Glasir, Vinnuháskúlin og Fróðskaparsetur Føroya. Har eru breiðar beinar gøtur, prúð hús og vakrir urtagarðar, og ein stór viðarlund er mitt í býnum. Í viðarlundini stendur ein prýðilig standmynd til minnis um føroyskar sjómenn, sum gingu burtur undir 2. heimskríggi. Byggilist. Tann gamli býurin er tætt bygdur við trongum gøtum og skotum og við trappum, har ið bratt er. Sjálvt til gongu er skjótt at koma sær niðaná og fáa útsýni oman yvir býin og landslagið. Húsini fylgja sum heild hæddarstrikunum og venda sær út ímóti fjørðinum. Húsalitirnir vísa so ella so til aldurin á teimum, tey gomlu eru mest svørt, tey nýggjaru í nógvum ymiskum litum og tey nýggjastu varliga hvít ella ljóst jarðlitað. Tey flestu stakhús eru til eitt húski. Á Skansatanga, sum fyrr var nevndur "Stanganes", bygdi Magnus Heinason ein skansa til at verja Havnina fyri ófriðarskipum. Húsini og virkini hava, serliga aftan á Seinna heimsbardaga verið í ringum standi, men nú er bøtt um tey, so skansin er í dag eitt søguligt prýðiligt minni. Teir elstu bygningarnir í Havn standa helst í Tinganesi, teirra millum eru Leigu­búðin og Munkastovan, sum eru úr miðøld og óivað elstu hús í Havn. Landafrøði. Tórshavn liggur mitt í landinum. Á gamla tingstaðnum Tinganesi hevur landsins stjórn, landsstýrið, sæti. Hetta er nesið, sum býtir sjálvu havnina sundur. Eystanfyri er havnin fyri ferðafólk og farm. Havnin breiðir seg nú um dyrkað traðalendi og út í hagan norðanfyri. Landslagið uttan um Havnina er javnt og rundað. Havnardalur, Hoydalar, eiðið í Nólsoy, Kaldbaksfjørður og onnur sund og firðir eru skapað av ístungunum úr jøklunum. Høg berg, máað av brimi, finnast at kalla ikki nærindis Havnini. Reynini vestanfyri og sunnanfyri koma upp í 350 metra hædd. Tvær stórar áir, Sandá og Hoydalsá, og tvær minni, Rættará og Havnará, mynda lendið. Havnará rennur gjøgnum miðbýin, nú mest undir loki. Dyrkaða lendið og tey bygdu økini eru enn sum heild undir 100 metra hædd. Í miðstaðarøkinum eru fleiri kommunusamanleggingar farnar fram seinastu umleið tjúgu árini. Síðan 1974 er kommunan økt munandi við kommunusamanleggingunum við Kaldbak, Hoyvík, Argir, Nólsoy, Hest og Kollafjørð. Hetta hevur givið høvuðsstaðarkommununi størri møguleikar at menna byggimøguleikar og virksemi annars, og við tí alt størri fólkagrundarlagnum, sum nú er umleið 20.227 (2015) fólk, eisini størri møguleikar at átaka sær ymiskar uppgávur, sum almennu Føroyar áður hava røkt. Jarðfrøði. Fyri einum 65 milliónum árum síðani tóku seg upp eldgos á havbotninum millum evropeiska og norðuramerikanska/grønlendska meginlandið. Tá í tíðini lógu Norðuramerika og Evropa væl nærri hvørt at øðrum og uml. 10 stig sunnari enn nú á døgum. Meginlondini róku og reka enn hvørt frá øðrum, og sprung­ur í atlantiska havbotninum eru framvegis virknar við gosi innan úr jørðini. Soleiðis vórðu basaltfláirnar til, sum Føroyar eru partar av. Tríggjar høvuðsgostíðir vóru og vóru tær fleiri túsund ár. Fláir í ymiskum tjúkdum við gosgrýti og øsku vórðu til, soleiðis sum tað sæst aftur í homrum og líðum. Landið sakk sum frá leið í ein landnyrðing, so at tær elstu fláirnar og miðfláirnar síggjast sunnanfyri og vestanfyri, og tær yngstu eru at síggja norðanfyri og eystan­fyri. Landssynningsøkið av Streymoynni við landslagnum uttan um Havnina er partur av ovastu basaltfláunum. Tá ið tertiertíðin endaði fyri einum 2,5 milliónum árum síðani, var basaltháslættin umskapaður til eitt toluliga javnt heyggjalendi við breiðum dølum. Vatn hevði matað teir jarðfrøðiliga veiku partarnar burtur og slóðað fyri teimum komandi landsløgunum. Einar 15-20 ístíðir komu aftaná og fylgdu hesum slóð­­um og skapaðu sund, firðir og dalar. Flestir ganga úr einum vesturhallum norðan í ein eysturhallan sunnan, og hetta eyðkennir landslagið og strendurnar nú. Ísurin var einar 500-700 metrar tjúkkur, og tey hægstu fjøllini rukku upp um ískápuna og eru so statt eldri enn ístíðarlandslagið. Undir ísinum varð landið brýnt og rundað. Úr Mykinesi til Fugloyar sæst eitt marknaskil, har jøklarnir fluttu seg annaðhvørt norðureftir ella suðureftir. Sandoy og Suðuroy høvdu hvør sína ískápu. U-skapaðu jøkulsdalarnir síggjast aftur í sundum og firðum millum oyggjarnar og hava gjørt, at har er sum heild rættiliga grunt. Veðurlag. Føroyar hava tempererað oyggjaveðurlag, og veðrið er sera skiftandi. Ta einu løtuna skínur sólin av klárum himni, og næstu løtuna dregur hann á luftina, og tað fer at regna. Veðurlagið fer frá at verða bólkað sum tempererað til at vera arktiskt, tá ið miðalhitin fyri heitasta mánað er minni enn 10 °C. Sjógvurin frystir ongantíð.  Hitin er høgur í mun til norðurleikan. Luftin er rein og frísk alt árið. Miðalhitin í Tórshavn var 6,3°C í 2010 - tann lægsti í langa tíð. Fólkatalsfrøði. Býarvøksturin hevur verið ógvuliga stórur seinastu árini. Í 1801 var íbúgvaratalið í Havn 554, í 1950 10 ferðir so stórt – 5.607. Í 2015 var íbúgvaratalið í nýggju stórkommununi vaksið til 20.227. Meira enn 1/3 av fólkinum í Føroyum býr í Tórshavnar kommunu, og enn flyta fólk til Havnar. Fótbóltur. Tríggir fótbóltsvøllir eru í Havn: Ovari vøllur, Niðari vøllur, og Tórsvøllur. Tveir teir fyrstu umsitur mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu. Grunnurin Tórsvøllur umsitur Tórsvøll. Ein og hvør kann læna fótbóltsvøllirnar, tá fótbóltsfeløgini ikki nýta teir. Tað er ókeypis at brúka fótbóltsvøllirnar hjá Tórshavnar kommunu. Svimjing. Fimm almennir svimjihyljar eru í kommununi. Tann størsti er Svimjihøllin í Gundadali. Hinir fýra eru í Argja skúla, Eysturskúlanum, Kollafjarðar skúla og úti í Hesti. Svimjihøllin í Gundadali verður í høvuðsheitum brúkt til almenna svimjing, men eisini skúlar, stovnar og feløg brúka hana. Hinir svimjihyljarnir eru fyrst og fremst til skúlabrúks, men tann í Kollafirði er eisini opin fyri almenninginum. Svimjihylurin í Hesti er einans í nýtslu um summarið. Politikkur. Nú býr Føroya yvirvald úti á Tinganesi, tí har hevur Føroya Landsstýri innivist. Enn kemur Føroya Løgting saman í Tórshavn á hvørjum ári, men løgtingshúsið er ikki á Tinganesi, tað stendur longur uppi í býnum. Býráðið í Tórshavnar kommunu hevur 13 limir, ið verða valdir eftir reglunum í kommunulógini. Býráðið ger av, nær og hvar regluligir býráðsfundir skulu vera. Fyrst í hvørjum álmanakkaári verður hetta kunngjørt á tann hátt, sum vanliga verður nýttur í kommununi. Vanliga hevur býráðið almennan fund eina ferð um mánaðin. Borgarstjórin fyrisitur dagligu leiðsluna av kommununi. Hann ansar eftir, at málini verða býtt út til avvarðandi nevndir og starvsfólk í kommununi. Um tað er neyðugt, ger hann reglur fyri, hvussu málini skulu verða avgreidd. Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu eru borgaravald umboð, sum eru stillað upp í politiskum flokkum. Limirnir skipa seg í ein meiriluta og ein minniluta, har meirilutin er at líkna við samgonguna í landspolitikki. Siðvenjan við meiriluta og minniluta hevur verið í kommununi í fleiri áratíggju. Tey, sum skipa meiriluta, undirskriva eitt samgonguskjal, har ætlanirnar hjá meirilutanum fyri valskeiðið verða settar út í kortið. Í Tórshavnar kommunu er ikki vanligt at almannakunngera sjálvt samgonguskjalið. Nývalda býráðið velur ein borgarstjóra fyri alt valskeiðið. Starvið sum borgarstjóri er fulltíðarstarv. Eisini velur býráðið ein 1. og ein 2. varaborgarstjóra og mannar síðani tær føstu nevndirnar: Fíggjarnevndina, Teknisku nevnd, Mentamálanevndina, Trivnaðarnevndina, Vinnunevndina, Náttúru- og umhvørvisnevndina, Byggi- og býarskipanarnevndina og Økisnevndina. Limirnir í føstu nevndunum skulu vera býráðslimir. Kommunuval er fjórðahvørt ár annan týsdag í november. Til Tórshavnar býráð verða valdir 13 limir. Fyri at kunna velja og stilla upp til kommunuval í Tórshavnar kommunu, skalt tú vera fylt/-ur 18 ár og hava heimarætt í Føroyum. Eisini skalt tú vera tilmeldað/-ur hjá fólkayvirlitinum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur fyri valdagin og framvegis vera búsitandi í kommununi sjálvan valdagin. Borgarar úr øðrum londum, ið hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum, hava eisini rætt at velja og stilla upp til kommunuval. Uppstilling fer fram á vallista, har í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 stillarar kunnu stilla millum 1 og 17 valevni upp til býráðið. Í Tórshavnar kommunu er siðvenja at hava politiska uppstilling, t. v. s. at valevnini verða stillað upp í politisku flokkunum, ið vit kenna frá landspolitikki. Ein valnevnd, sum býráðið velur, hevur evstu ábyrgdina av valinum í kommununi. Aftrat henni eru valstýri, sum taka sær av valinum í teimum ymsu atkvøðuøkjunum. Nýggja býráðið tekur við 1. januar árið eftir valið og situr í fýra ár. Býráðið ásetir skattaprosentið í kommununi á hvørjum ári, tá fíggjarætlanin verður viðgjørd. Skattainntøkan verður brúkt til tær tænastur, kommunan veitir sínum borgarum. Taks tekur sær av skattaálíkningini, bæði viðvíkjandi kommunuskatti, landsskatti, kirkjuskatti o. ø. Tað er eisini Taks, sum krevur skattin inn. Býráðsvalið 2016. a> varð gjørd og tikin í nýtslu á sumri 2016 Niðanfyri sæst atkvøðubýtið á býráðsvalinum 8. november 2016. Samferðsla. Vøruflutningurin millum bygdir var fram til umleið 1970 bara at kalla sjóflutningur við skipum og bátum. Sambandið við útheimin gekk um Havnina, og bátar førdu vørur og fólk í land. Verulig havn við atløgubryggjum kom sein­ast í 1920-árunum. Vegur varð lagdur til torvheiðarnar vestanfyri, Landavegurin kallaður. Annars var fyrsti rættiligi vegurin úr Havnini gjørdur í 1907, og tað var vegurin niðan á Sanatoriið, bróstsjúkrahúsið í Hoydølum. Vegur varð gjørdur til Hvítanes í 1950, men ikki fyrr enn í 1966 var Oyggjarvegurin liðugur, og trý ár seinni var koyrandi allan vegin norður og suður í Streymoynni. Broytingarnar í ferðslumynstrinum hava havt við sær, at strandferðslan við skipum er nógv minkað, at meginparturin av fólkaflutninginum í onnur lond fer fram við flogfari, og at Havnin hevur fingið eina nógv vaksna ferðslu við bilum. Hans Jacob Jacobsen. Hans Jacob Jacobsen (skaldanavn Heðin Brú) varð føddur í Skálavík 17. august 1901. Andaðist 18. mai 1987. Hann hevur havt stóran týdning fyri føroyska bókmentasøgu og er rithøvundurin aftanfyri m.a. skemtiligu skaldsøguna "Feðgar á ferð". Eisini hevur hann skrivað ymiskar stuttsøgur. Hans Jacob Jacobsen var á Føroya Fólkaháskúla veturin 1919 - 1920, og haðani fór hann til Danmarkar á landbúnaðarskúla. Síðani arbeiddi hann nøkur ár á ymsum gørðum, og í 1925 fór hann á Landbúnaðarháskúlan í Keypmannahavn, har hann tók prógv sum búnaðarfrøðingur í 1928. Eftir at hann var komin aftur til Føroya, arbeiddi hann innan landbúnaðin, og í 1942 varð hann settur sum búnaðarráðgevi. Skrivingin, sum var byrjað í lestrarárunum í Danmark, var ítriv, hann hevði við síðuna av dagliga yrki sínum. Umframt skaldsøgur og stuttsøgusøvn týddi hann ein hóp av bókmentum til føroyskt. Hansara síðstu dagar, gingu mest við at týða ymisk ævintýr, og at skriva bókina Endurminningar, og í 1982 vann hann tann høgt metta bókmentaheiðurin Holberg-Medaljuna. 10. oktober. 10. oktober er dagur 283 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 284 um skotár er). 82 dagar eru eftir av árinum. 11. oktober. 11. oktober er dagur 284 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 285 um leypár er). 81 dagar eru eftir av árinum. Dagurin eitur Nikatius. Hann var grikki, sum í 2. øld boðaði evangeliið í Suðurfraklandi og stovnaði kirkjulið og saman við øðrum og bygdi kirkjur m.a. í Lyon. Hann og ein av monnum hansara, Probus, vóru tiknir av døgum av uppøstum heidningum. 9. oktober. 9. oktober er dagur 282 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 283 um skotár er). 83 dagar eru eftir av árinum. 8. oktober. 8. oktober er dagur 281 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 282 um skotár er). 84 dagar eru eftir av árinum. 7. oktober. 7. oktober er dagur 280 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 281 um skotár er). 85 dagar eru eftir av árinum. 6. oktober. 6. oktober er dagur 279 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 280 um skotár er). 86 dagar eru eftir av árinum. 12. oktober. 12. oktober er dagur 285 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 286 um skotár er). 80 dagar eru eftir av árinum. 13. oktober. 13. oktober er dagur 286 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 287 um skotár er). 79 dagar eru eftir av árinum. 14. oktober. 14. oktober er dagur 287 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 288 um skotár er). 78 dagar eru eftir av árinum. 15. oktober. 15. oktober er dagur 288 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 289 um skotár er). 77 dagar eru eftir av árinum. 16. oktober. 16. oktober er dagur 289 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 290, um skotár er). 76 dagar eru eftir av árinum. 17. oktober. 17. oktober er dagur 290 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 291 um skotár er). 75 eru dagar eftir av árinum. Slovenia. Slovenia er lýðveldi í Miðevropa. Í vestri hevur Slovenia mark við Italia, í norðri við Eysturríki, í eystri við Ungarn og í suðri við Kroatia. Landafrøði. "Høvuðsgrein: Slovensk landafrøði" Hægsta fjall í landinum, ið kallast Triglav, er 2864 metrar høgt. Áin "Soča", sum eitur "Isonzo" í Italia, rennur suður ígjøgnum fjallalendi fram við markinum millum Slovenia og Italia. Fjallalandið Slovenia er í útnyrðingspartinum á Balkan, millum Alpurnar og Adriahavið. Vakra landslagið við høgum fjøllum, vøtnum og skógum dregur mong ferðafólk. Alpurnar eru suður í Norðurslovenia. Her eru høg fjøll og djúpir, avbyrgdir dalar. Smáir býir og smáar bygdir við smølum krókutum vegum og timburhúsum eru í dølum og líðum, har ikki er árent fyri skalvi og omanlopi. Av tí at so ringt er at koma fram í hesum kavatakta og bratta lendi, vórðu hesi búpláss mestsum avbyrgd í øldir, men nú á døgum eru tey ímillum best umtóktu ferðamannastøð í Slovenia. Størsta áin í Slovenia eitur Sava. Hon rennur úr norðara parti í ein landsynning ígjøgnum landið út móti Kroatia og Donaudalinum. Aðrar kendar áir eru "Soča" (hon rennur tætt við markið til Italia og eitur "Isonzo" á italskum), "Drava" og "Mura". Mesta fólkið í Slovenia býr í smáum býum ella í mongu bygdunum, ið eru um alt landið. Um 300.000 fólk búgva í høvuðsstaðnum Ljubljana - hann er næstminsti høvuðsstaður í Evropa. Býir í Slovenia. Slovenskir býir við fleiri enn 20 túsund íbúgvum í 2011. Mentan. "Høvuðsgrein: Slovensk mentan" Hóast slovenar vóru undir eysturríkarum í nærum túsund ár, hava teir varðveitt mentan sína og mál sítt, sum hoyrir til slavisku málini. Litføgur klæði við baldýraðum mynstrum og eitt sjáldsamt høvuðklæði eru partur av mentan teirra. Søga. "Høvuðsgrein: Slovensk søga" Eftir at hava staðið undir Eysturríki og síðan verið samveldisríki í Jugoslavia, gjørdist landið frælst í 1991. Búskapur. "Høvuðsgrein: Slovenskur búskapur" Kríggið í gomlu samveldislondunum er farið illa við búskapinum, helst í ferðavinnuni. Stórir skógir eru í Slovenia: haðan fæst viður til saguløð og pappírsverksmiðjur. Seinastu árini hava slovenar fingið nógvar vesturevropeiskar fyritøkur at loyvt slovenum at byggja verksmiðjur, sum gera til dømis bilar, trukkar, mortorsúkklur og køliskáp í verksmiðjum í Slovenia. Politikkur. "Høvuðsgrein: Slovenskur politikkur" Estland. Estland er lýðveldi í Norðurevropa. Í suðri hevur Estland mark við Lettland, í eystri við Russland, og í vestri við Eystrasalt og í norðri við Finnlandsfjørðin. Høvuðsstaðurin er Tallinn (fyrr "Reval"). Landalæra. Landið er sum øll tey baltisku londini slættlendi, men ikki er meira enn fjórðingurin av tí dyrkaður. Hetta kemur av tí, at jørðin nógvastaðni er so botnvát, at hon ber einki uttan gras. Í støðum eru stórar mýrar, sum teir skera torv í. Mitt í landinum er jørðin betri, og har velta teir væl av korni. Stórir skógir vaksa ymsastaðni, og hópur av viði verður útfluttur. Politikkur. Í mei 2008 varð Jóhan Páll Joensen útnevndur til konsul fyri Estland av Matti Maasikas aðalskrivara í estlendska uttanríkisráðnum. Búskapur. Av ídnaðarvaru gera teir pappír, sement og klæði. Nú á døgum er stórur búskaparvøkstur í Estlandi. Hagtøl fyri tann fyrsta ársfjórðingin í 2011 vísa, at bruttotjóðarframleiðslan var 2,1 prosent størri enn í oktober ársfjórðingi í 2010. Samanborið við januar ársfjórðing í 2010 var vøksturin 8,1 prosent. Hagtølini eisini vísa, at útflutningurin av ídnaðarvørum er vaksin heili 53 prosent samanborið við januar ársfjórðing í 2010. Hinvegin er inflasjónin framvegis stór, 5,4 prosent. Týskland. Samveldislýðveldið Týskland "(týskt: Bundesrepublik Deutschland)" er eitt land í Miðevropa og er eitt av ríkastu londum í heiminum. Í vestri hevur Týskland mark við Holland, Belgia, Luksemburg og Frakland, í norðri við Danmark, í eystri við Pólland og Kekkia og í suðri við Eysturríki og Sveis. Sjómarkini eru við Norðsjógvin og Eystrasalt. Høvuðsstaður er Berlin, og landið hevur umleið 81 milliónir íbúgvar. Týskland er "grønasta land í heiminum". Tey hava vunnið hendan heiður eftir í 2007 at hava minkað um CO2-útlátið við meira enn nakað annað land í heiminum; 5,6 % har útlátið í heiminum tilsamans vaks við 2,4 %. Søga. "Høvuðsgrein: Týsk søga" Fyrsta stigið til Týskland kann sigast at vera tað Eysturfrankiska Ríkið, sum varð stovnað eftir at Frankiska Ríkið var býtt sundur millum tríggjar abbasynir hjá Karlamagnusi í 843 við friðinum í Vardun. Av hesum verður eystasti parturin upphavið til Týskland, meðan vestasti parturin verður upphavið til Frakland. Tá tann eysturfrankiski herskarin Otto I, sum bæði víðkaði og staðfesti ríkisins og sítt egna vald, so læt hann seg knúna í 962 við tí rómversku keisarakrúnuni av páva Johannes XII, tá gjørdist hann keisari yvir tað týsk-rómverska ríkið ella tað Heilaga rómverska ríkið. Hetta keisararíkið var meira eitt samveldi av statum við einum felags keisara sum formellur regentur. Hetta ríkið varir til 1806, tá Napoléon 1., keisari í Fraklandi, vinnur á ríkinum. Eftir royndir at savna ríkið, avgera tey trý kríggini ímóti Danmark í 1864, Eysturríki í 1866 og Fraklandi í 1870-71 úrslitið, og í januar 1871 verður Wilhelm I krýndur til fyrsta keisara í einum savnaðum Týsklandi. Hetta týska ríkið heldur sær til endan av fyrra veraldarbardaga, tá partar av landinum verða givnir til m.a. eitt endurstovnað Pólland. Í millumkrígstíðini verður landið ofta kallað Weimarlýðveldið. Undir seinna veraldarbardaga veksur Týskland munandi um økið hjá sær við at innlima Eysturríki, Kekkia, og stórar partar av Póllandi. Seinni koma eisini Estland, Lettland, Litava og partar av Hvítarusslandi og Ukraina undir týskt vald. Eftir at teir fýra sigursharrarnir, Stóra Bretland, Frakland, USA og Sovjetsamveldið ikki kundu sameinast um framtíðina hjá Týsklandi, vórðu Lýðveldini Vesturtýskland (á týskum "Bundesrepublik Deutschland (BRD)") og Eysturtýskland ("Deutsche Demokratische Republik (DDR)" Týska Fólkaræðisliga Lýðveldið) stovnað, Vesturtýskland hin 23. mai 1949 og Eysturtýskland hin 7. oktober sama árið. Eftir seinna heimskríggj streymaðu nógv týskttalandi flóttafólk til Týsklands, í 1950 var talið á flóttafólkum sum komu uttanífrá komið upp á 12,5 milliónir. Vesturtýskland var við til at stovna Evropasamveldið í 1957. Undir kalda krígnum var sambandið millum báðir teir týsku statirnir ikki góðir, sambandið batnaði tó í 1970'árunum. Kanslarin Willy Brandt setti á stovn Ostpolitik til tess at betra um viðurskiftini við Eysturevropa. Í 1973 gjørdust bæði Vestur- og Eysturtýskland limir í ST. Dagsins Týskland varð til, tá londini Vesturtýskland og Eysturtýskland vórðu sameind 3. oktober 1990, eftir at Berlinmúrurin fall hin 9. november 1989. Landafrøði. "Høvuðsgrein: Týsk landafrøði" Týskland er stórur partur í Miðevropa. Belgia, Luksemborg, Niðurlond og Frakland eru vestanfyri, Kekkia, Slovakia og Sveis sunnanfyri, Pólland eystanfyri og Norðsjógvurin, Eystarasalt og Danmark norðanfyri. Landslagið í Týsklandi er fjølbroytt, úr fruktagóða slættlendinum fyri norðan og vestan til snjóklæddu tindarnar í vøkru bayersku alpunum fyri sunnan. Úr slættlendinum á vesturstrondini og norðurstrondini hækkar tað so líðandi. Týskland varð ikki savnað í eitt ríki fyrr enn í 1871. Fyri tað var týska fólkið í mongum sjálvstøðugum smáríkjum. Nú á døgum er landið í 16 landspørtum, nevndir "Länder", og við einari samveldisstjórn, lík henni í Sambandsríki Amerika. Hvør landspartur hevur sína egnu landspartastjórn, sum ræður fyri heimligum viðurskiftum, til dømis útbúgvingarmálum. Mangir týskarar kenna seg bundnar tjóðskaparliga at landslutinum, teir búgva í, og siga seg fyrst vera til dømis bayrar (úr Bayern) og so týskarar. Norðurtýskland. Norðurtýskland er lágt og ryggjut land; jørðildið er næstan alt bara morenusandur og eyrur. Norðari partur í landinum er slætt og smáheyggut búnaðarlendi. Meðan tað nógvastaðni kann vera so, at tað er ein meginá ella ein fjallaryggur, ið er mark millum tvey lond, er ikki so millum Danmark og Norðurtýskland. Har gongur markið mest gjøgnum slættan bø, og bert málaðir marknasteinar siga frá, um tú ert norðan ella sunnan fyri markið. Landið frá danska markinum suður ímóti Kielargryvjuni rópa teir Slesvík; landslagið har er meinlíkt tí í danska partinum av Suðurjútlandi; á eystursíðuni skera djúpir firðir seg inn í landið, sum er slætt við stórum ryggjum og herðum uppímillum. Moldin her er mest leirmold. Longur vesturi er slættari, men har er sandmold, so hon ber ikki so væl korn; allarvestast móti Norðsjónum er heilt slætt og so lágt, at teir hava bygt verjigarðar til at forða fyri, at sjógvurin skal leggja innyvir, tá ið vestanódnirnar herja. Á hesum lendinum fruktar væl, og teir rópa tað marsk. Slesvík er gamalt danskt land, men í 1863 noyddist Danmark at avluta tað til Týskland. Sunnan fyri Kielargryvjuna er Holstein; lendið har líkist tí norðan fyri gryvjuna. Frá Holstein norður móti Harzen er alt Norðurtýskland eitt slættlendi, men kortini eru ryggir uppímillum. Summastaðni eru stórar lyngheiðar; men tær eru nógv minkaðar, tí teir hava antin velt tær undan eller plantað trø á teimum. Meginparturin av teirri norðurtýsku jørðini lá fyrr sum óveltar heiðar og víðar mosafløtur. Lüneburgar-heiðarnar vóru tvær ferðir so stórar sum Føroyar. Nú á døgum eru heiðarnar minkaðar burtur í lítið og einki, tí stórar víddir eru lagdur undir plógv, og tað, sum eftir er, er plantað við trøum. Í støðum eru stórir furuskógir. Megináirnar Weser, Elbá og Oder renna allar makar, og reinar og djúpar eru tær, so tær verða nógv brúktar at flyta varu eftir. Fyri at gera tað enn lagaligari fyri siglingina hava teir eisini grivið gryvjur millum teirra. Mið- og Suðurtýskland. Í Miðtýsklandi er fjallaryggurin Harzen. Suðurtýskland er alt ein háslætti, men so ganga einstakir fjallaryggir gjøgnum landið. Navnið á teimum flestu fjøllunum endar við "wald" sum til dømis Schwarzwald, og landið er ógvuliga væl dyrkað. Jørðildið er morenusandur og eyrur, men blandað við kálk, tí fjøllini sunnanfyri eru kálkfjøll. Landið er mest sum alt velt til gras og humla, epli og korn. Veðurlagið er lýtt um summarið, men heldur kølið um veturin. Syðst í landinum koma fjøllini upp í 3000 metra hædd. Oman úr fjøllunum renna stórar og nógvar áir. Tær størstu eita Neckar, Donau og Main. Vestari parturin av háslættanum eitur Bayern. Høvuðsstaðurin í Bayern eitur München. München er serliga gitin fyri síni stóru ølgerðarhús. Nógvastaðni í bæði Mið- og Suðurtýsklandi eru stórir skógir. Kendastu skógirnir eru Harzen, Thüringer Wald og Schwarzwald í útsynningspartinum í Suðurtýsklandi. Eitt hitt kendasta og fagrasta økið í landinum er Schawarzskógur í Suðurtýsklandi, nevndur eftir myrka nálaskóginum, ið veksur har. Harzen er eitt fjallalendi nakað miðskeiðis í Týsklandi. Harzen er slættur omaná við einstøkum høgum tindum. Teir hægstu tindarnir eru einar 1000-1100 m. høgir; hægsti teirra millum eitur Bloksbjørg sum er 1142 m. høgur. Uppi á Bloksbjørgi er útynið vítt í allar ættir. Skógur veksur á fjøllunum, og har eru natúrvakurt pláss. Av tí at fjøllini reisa seg so knappiliga, er har frálíkt útsýni; fleiri hundrað bygdir skulu í góðum sýni kunna síggjast av hægstu toppunum. Teir høgga blýggj og silvur í Harzen, og sink er eisini. Hagar niðan streymar ferðafólk bæði summar og vetur. Fjallalíðirnar eru væl veltar í neðra og vaksnar við skógi í erva heilt niðan undir tindarnar. Oman úr fjøllunum renna í djúpum gjáum stórar áir, sum verða byrgdar inni til stór vøtn. Vatnið verður nýtt at framleiða elstreym, sum fær gongd á sær mongu maskinurnar í námsvinnuni og bræðingarhúsunum. Nógvir av býunum í Harzen hava eins og teir suðurtýsku býirnir varðveitt tað gamla sniðið. Nakað sunnan fyri Harzen er fjallaryggurin Thüringerwald, sum er meinlíkur Harzen. Ríná er longsta á í Týsklandi. Hon kemur úr Alpunum í Sveis og rennur á markinum millum Fraklands og Týsklands. Haðani sker hon seg ígjøgnum Niðurlond og Vesturtýskland, áðrenn hon rennur út í Fyri eystan slættan eru bøhmisku fjøllini, sum eru mark millum Týskland og Kekkia, og fyri sunnan eru Bayersku alpurnar. Donau springur upp í Schwarzwald og rennur so eystur gjøgnum landið og inn í Eysturríki. Á vegnum renna fleiri greinar oman úr Alpunum í hana. Rín springur upp undir St. Gothards fjallinum í Sveis; hon rennur út í Bodenvatnið. Komin úr aftur vatninum ger hon stóran foss við býin Schaffhausen. Har hava teir bygt fleiri stór elverk. Síðan rennur hon eitt strekki beint vestur, men við býin Basel sneiðir hon beint norðurá og verður nú marknará millum Frakland og Týskland. Fløtan, sum hon her rennur ígjøgnum, millum Sveis og Vogesurnar, eitur Rínslættan og er eitt tað gróðrarbesta plássið í Týsklandi. Rínslættin er ein tann fruktabesti bletturin í øllum Týsklandi, tí veðurlagið er lýtt, og fjøllini líva so væl. Á Rínslættanum er tætt av stórum bygdum. Allastaðni fram við Rínánni eru bygdir og býir. Stundum standa býirnir beint yvir av hvørjum øðrum. Hesir býir eru av fyrstantíð bygdir, har sum ein brúgv ella ein ferja hevur gingið yvir um ánna. Á leiðini, har sum áin Main rennur út í ánna Rín, eru býirnir Wiesbaden og Mainz beint hvør yvir av øðrum. Norðan fyri Mainz rennur áin Rín inn í ein trongan dal í Skifurfjøllunum. Hesin dalur eitur Ríndalurin. Ríndalurin er í støðum so trongur, at teir hava noyðst at skotið sær vegin ígjøgnum áarbakkan. Suðursíðan á Ríndalinum er øll velt í tvørteigar, og garðar laðaðir uttan um teigarnar at verja, so at moldin skal ikki regna burtur. Tvørteigarnir eru allir vaksnir við vínviði. Vinið kalla teir Rínvín. Á norðara áarbakkanum er sólargangurin ikki nóg góður til vínvið; har vaksa stórir eikiskógir. Uppi í Ríndalinum bygdu riddarar og kongar í miðøldini sær sterkar borgir til verju móti fíggindunum og at gera herferðir frá. Nakrar av hesum borgum eru til enn, men vera nú nýttar til ferðamannaheim. Norðan fyri Køln rennur áin Ruhr út í ánna Rín. Við Ruhrá er ein tann størsti ídnaðardepilin í Evropa. Frá gamlari tíð er nógv kol høgt í Ruhr. Nú er mest evnafrøðiídnaður, maskinídnaður og stálidnaður. Býirnir eru mest sum allir samanvaksir. Hin gamli býurin Solingen er á hesum leiðum. At enda rennur Rín vestur í Niðurlond og út í Norðsjógvin. Býir. Fimm av teimum størstu býunum í Týsklandi eru Í Týsklandi eru 11 stórbýarregiónir. Í teimum 11 regiónunum búgva umleið 49 miliónir íbúgvar, sum svarar til nærum 60 % av fólkatalinum í Týsklandi. Politikkur. "Høvuðsgrein: Týskur politikkur" Umhvørvispolitikkur. Í alheimsorkufrágreiðingini hjá BP fær Týskland heiðurin at vera heimsins grønasta land. Sambært frágreiðingini minkaði Týskland sína orkunýtslu 5,7 prosent í 2007 í mun til árið fyri. Sama ár vaks orkunýtslan við 2,7 prosent um allan heimin. Tey lond, ið nýta mest orku, eru Kina, USA og India. Frágreiðingin vísir, at Týskland minkaði 16 prosent um kjarnorkunýtsluna umframt at skerja nýtsluna av gassi og olju. Kolnýtslan er tó vaksin hetta árið. Eftir at nýggju umhvørvislógirnar vórðu samtyktar, segði týski kanslarin, Angela Merkel, at lógirnar vóru neyðugar fyri at verja veðurlagið. Ætlanin er at minka CO2 útlátið í Týsklandi við 40 prosent í 2020 í mun til 1990. Innflytarapolitikkur. Upp gjøgnum 90'ini, tá milliónir av russarum fluttu til Týsklands, nokt­aði týska stjórnin at góð­kenna russisku univers­i­tetsút­búgvingar teirra. Og hetta hevði við sær, at teirra evni vórðu spilt, sam­stundis sum eingin vinningur fekst burtur úr at venja hesi til at gerast óteljandi dugnalig vísinda­fólk, verkfrøðingar og teldu­forritarar. Tær týsku stjórnirnar, sum síðani komu til valdið, megnaðu eiheldur at veita landsins trimum millión­um borgarum við turkisk­ari bakgrund útbúgving, so nytta kundi fáast úr evnum teirra. Enn tørvar Týsklandi væl­útbúnar tilflytarar. Cologne Institute for Eco­nomic Research sigur í 2013, at longu nú mangla 210 000 útbúnir støddfrøðingar, verkfrøðingar, vís­inda­fólk og KT-ser­frøð­ingar. Almenna týska hagstov­an metir í 2013, at tær 50 milliónirnar av arbeiðs­førum týskarum millum 20 og 65 ár, fara at minka niður í 33 milliónir í 2060, um ferð ikki av álvara verð­ur sett á tilflytingina. Onkur hjálp er tó við hond­ina, takkað verið bú­skap­arligu kreppuni í Portugal, Spania og Grikkalandi, har ungdómsar­b­eiðs­loysið er svollið til í meðal 50 prosent. Hetta hevur við sær, at túsundtals nýútbúgvin ung úr hesum londum flyta til Týsklands og harvið bøta um trotið á verkfrøðingum og aðrari fakliga førari arbeiðs­megi. Týskir bundeskanslarar síðan 1949. Konrad Adenauer (1949-1963) Ludwig Erhard (1963-1966)Kurt Georg Kiesinger (1966-1969)Willy Brandt (1969-1974)Helmut Schmidt (1974-1982)Helmut Kohl (1982-1998)Gerhard Schröder (1998-2005)Angela Merkel (2005-) Fólkið. Við einum fólkatali á 80.2 milliónum sambært fólkateljingum frá mai 2011, so er Týskland tað fólkaríkasta landi í ES, tað næstmest fólkaríka landið í Evropa, næst eftir Russlandi, og er nummar 16 á listanum yvir fólkaríkastu lond í heiminum. Fólkatættleikin er 225 fólk per ferkilometur. Væntaður lívsaldur í Týsklandi frá føðing er 80,9 ár (77,93 ár fyri menn og 82,58 ár fyri kvinnur). Føðitíttleikin er 1,41 børn fyri hvørja kvinnu (tal frá 2011), ella 8,33 føðingar per 1000 íbúgvar, og tað er ein av teimum lægstu í heiminum. Fólkatalið í týskum økjum síðan 1800. Síðan 1970-árini hevur talið av deyðum verði størri enn talið av føddum í Týsklandi. Týska Hagstovan hevur spátt, at fólkatalið fer at minka til millum 65 og 70 milliónir í 2060, alt eftir støddini á tilflytarum í mun til fráflyting. Tó hava slíkir spádómar ofta víst seg ikki at halda, og í løtuni er talið á føðingum og tilflytarum vaksandi í Týsklandi og hevur verið tað síðan 2010. Merkisvert er, at talið av vælútbúnum tilflytarum er í stórum vøkstri. Í 2012 vóru fráboðanir um 300.000 fleiri tilflytarar enn fólk ið fluttu úr Týsklandi. Útbúgving og skúlaskapur. Týsk børn fara fyrst í forskúla og síðan í grundskúla. Tíggju ára gomul fara tey í tað, teir rópa Gymnasium, "Hauptschule" ella "Realschule". Fyrst nevndi er bókligur skúli, har næmingarnir taka studentsprógv. Hinir báðir fyrireika næmingarnar til yrkisligar útbúgvingar. Annars er skúlaskipanin ólík í teimum ymsu landspørtunum. Í Týsklandi kann hvør lutstatur velja sín egna útbúgvingarpolitikk, og hetta ger at skúlaskipanirnar broytast alt eftir hvørjum landsluti ein er í. Í høvuðsheitum er skúlagondin tó rættiliga eins í teimum ymisku landslutunum. Týsk børn byrja at ganga í skúla, tá tey eru 6 ára gomul. Øll mugu ganga í skúla í minsta lagi í 9 ella 10 ár. Harafturat koma nøkur ár í miðnámsskúla. Samanlagda skúlatíðin er sum oftast í minsta lagi 12 ár. Umframt teir klassisku universitetsbýirnir (Tübingen, Heidelberg, Jena, Freiburg, Göttingen og fleiri afturat) eru eftir 1945 ein røð av nýggjum universitets- og háskúlum settir á stovn kring um í Týsklandi. Mentan. "Høvuðsgrein: Týsk mentan" List. Undir gotiska tíðarskeiðnum blómaði myndahøggara- og málningalistin í Týsklandi og fleiri týskir meistarar fingu týdningarmiklar uppgávur kring um í Evropa. Undir renessansuni eru Lucas Cranach (eldri), Hans Holbein (yngri), Albrecht Dürer og Matthias Grünewald týðandi nøvn. Av listafólkum frá romantikkini finnur man Caspar David Friedrich, Philipp Otto Runge og Arnold Böcklin. Størsta navnið í Impressionismuni í Týsklandi er Max Liebermann. Fyrst í 1900-talinum mentust tveir sera týðandi ekspressionistiskir bólkar í Týsklandi: Die Brücke og Der Blaue Reiter. Ein av teimum størstu kvinnuligu listafólkunum hetta tíðarskeiðið var Käthe Kollwitz. Millumkrígsárini í 20. øld vóru fleiri listafólk, sum framdu djarva eksperimenterandi list við listafólkum sum Georg Grosz og dadaistin Max Ernst. Seinna helming av 20. øld vóru mest týðandi listafólkini t.d. Joseph Beuys, A. R. Penck, Wolf Vostell, Gerhard Richter, Sigmar Polke, Anselm Kiefer, Georg Baselitz og Rosemarie Trockel. Ein av mest týðandi myndafólkum í 20. øld var August Sander sum, eins og Albert Renger-Patzsch, brúkar listagreinina "die Neue Sachlichkeit". Av myndafólkum sum komu fram seinni kunnu nevnast Bernd og Hilla Becher, Andreas Gursky, Wolfgang Tillmans og Candida Höfer. documenta er millum heimsins størstu og týdningarmiklastu framsýningum við samtíðarlist og verður hildin fimta hvørt ár í Kassel, seinast í 2012 sum dOCUMENTA (13). Næststørsta samtíðarlistaframsýningin í Týsklandi er Berlinbiennalen, sum fer fram í Berlin annað hvørt ár um summarið líka tal (2014, 2016 osfr.). Tónleikur. Nógvir av teimum kendastu tónasmiðjunum gjøgnum søguna hjá tí klassiska tónleikinum eru úr Týsklandi. Í barock-tíðini virkaði Johann Sebastian Bach (1685–1750), sum tann møguliga kendasti barocktónasmiðurin av øllum. Sjálvt Ludwig van Beethoven (1770–1827), sum virkaði í tí klassisistiska tíðarskeiðnum, hoyrir til tann absolutt størsta innan klassiskan tónleik. Menning av orkesturtónleiki og ikki minst av symfoniforminum, er Týsklands størsta íkast til tónleikasøguna. Í seinromantikkinum byrjaði ein sterk rørsla móti menning av týskari operuni, sum náddi sítt hæddarpunkt við verkum eftir Richard Wagner og Richard Strauss. Aðrir týdningarmiklir tónasmiðir vóru eitt nú Georg Friedrich Händel, Johannes Brahms, tann ungarskføddi Franz Liszt, Felix Mendelssohn, Robert Schumann, Max Reger, Paul Hindemith, Carl Orff og Kurt Weill. Ein av teimum ið seinni setti síni spor var Karlheinz Stockhausen. Stockhausen var ein av undangongumonnunum innan nýmótanst elektroniskan og elektroakustiskan listtónleik og fyri hetta fekk hann Polar-virðislønina. Týskur tónleikur er ofta knýttur at schlager, har Týskland hevur verið eitt av leiðandi londunum. Schlagern tónleikurin hevði sína stórheitstíð til 1970-árini við artistum sum Peter Maffay og Rex Gildo men eisini útlendskir artister, til dømis Udo Jürgens, Siw Malmkvist, Wenche Myhre og Gitte Hænning. Týskland hevur vunnið Eurovision Song Contest tvær ferðir: 1982 við "Ein bisschen Frieden" við Nicole og 2010 við "Satellite" framført av Lena Meyer-Landrut. Bókmentir. "Høvuðsgrein: Týskar bókmentir" Nakrir av teimum best kendu týsku rithøvundunum eru Friedrich Schiller, Johann Wolfgang von Goethe, Heinrich von Kleist, Joseph von Eichendorff, E.T.A. Hoffmann, Erich Maria Remarque, Rainer Maria Rilke og dramatikarin Bertolt Brecht. Týskir rithøvundar, ið hava fingið Nobelvirðislønina í bókmentum eru Gerhart Hauptmann, Thomas Mann, Hermann Hesse, Nelly Sachs, Heinrich Böll, Günter Grass og Herta Müller. Av kendum nýtíðar rithøvundum kunnu eisini nevnast eitt nú Thomas Brussig, Dietmar Dath, Wladimir Kaminer, Daniel Kehlmann, Martin Mosebach, Ulrich Peltzer, Rafik Schami, Bernhard Schlink, Ingo Schulze, Uwe Tellkamp, Uwe Timm og Juli Zeh. Síðan einaferð í 1980-árunum eru tað komin fleiri og fleiri bókmentahús í Týsklandi (tý: "Literaturhaus"). Hesi verða í høvuðsheitum rikin av ikki-kommersiellum feløgum og reka eitt fjølbroytt virksemi kring bókmentir, sum t.d. "Lesungen" (rithøvundar lesa úr og práta um bøkur, meðan áhoyrarar eru til staðar), fyrilestrar, framsýningar, föredrag, utställningar, útbúgvingarskeið osfr. Nøkur bókmentahús hava eisini bókhandil, bókasavn og kaffistovu. Sum fyrimynd fyri henda trendin nýta tey vanliga "Literaturhaus Berlin", sum varð stovnað í 1986. Á tí týska bókamarknaðinum finnast í dag umleið 2.200 virkin bókaforløg. Á hvørjum heysti verður Bókamessan í Frankfurt hildin, hon er heimsins størsta av sínum slag. Næst størst í Týsklandi er Bókamessan í Leipzig, sum verður hildin á hvørjum vári. Filmur og sjónleikur. Týskland var eitt av teimum londunum, har filmurin mentist tíðliga, og Berlin gjørdist miðdepil fyri tann týska filmin fyrst í 1900-talinum. Týskur filmur hevði sína fyrstu stórheitstíð í 1920- og 1930-árunum við filmum sum "Metropolis" og "Der blaue Engel". Filmsleikstjørnir vóru eitt nú Fritz Lang, F.W. Murnau og Josef von Sternberg. Ufa var Týsklands stóri filmsídnaður áðrenn Seinna heimskríggj. Undir triðja ríkinum flýddu mong av teimum stóru nøvnunum innan týska filmsídnaðin til USA; umframt fleiri filmsleikstjórar, so fóru sjálvt kendir sjónleikarar sum til dømis Marlene Dietrich. Nazistýrið og propagandaráðharrin Joseph Goebbels tók ræðið á filmsídnaðinum og gjørdi eina røð av ideologiskum propagandafilmum, til dømis "Triumph des Willens" (sv: Viljans triumf) eftir Leni Riefenstahl. Eftir Seinna heimskríggj skuldi tað vara líka til 1960-árini, áðrenn týskur filmur aftur fekk eina framgongd nýggjum týskum filmum við nýskapandi filmsleikstjórum sum Alexander Kluge, Volker Schlöndorff, Werner Herzog, Rainer Werner Fassbinder og Hans-Jürgen Syberberg. Verkini hjá dramatikaranum Bertolt Brecht – eitt nú Die Dreigroschenoper (da: "Laser og pjalter", sv: "Tolvskillingsoperan") – eru blivin spæld kring allan heimin. Eftir kríggið starvaðist Brecht í Eysturberlin. Matur og drekka. Oktoberstevnan í München er tann størsta av mongu øldrykkjustevnunum, ið verða hildnar um alt Týskland. Hon stendur í fjúrtan dagar, og fleiri milliónir fólk koma hagar. Øl er tjóðardrykkur Týsklands, men teir drekka eisini nógv vín. Væl umtóktur matur, umframt breyð, er til dømis saltklingrur, køkur, kaldir kjøtrættir og ostur. Týskarum dámar ógvuliga væl pylsur, og nógvir landspartar hava sínar uppskriftir. Tjaldur. Tjaldrið (frøðiheiti - "Haematopus ostralegus") er tjóðarfuglur í Føroyum og er at síggja alt summarið. Longd 45 cm. Tjaldrið er at síggja alt summarið. Tey flestu tjøldrini eru í Wales um veturin, men nøkur flúgva heilt til Fraklands. Tey koma aftur til Føroya á grækarismessu tann 12. mars, og sagt verður, at tey hava fult reiður á Krossmessu 3. mai. Eitt tjaldursreiður er ein lítil kulla, ið kann verða fóðrað við smásteinum og skeljum. Eggini eru gulbrún við myrkabrúnum plettum og strikum, og tey eru uml. 57 x 40 mm til støddar. Ungarnir klekjast eftir 25 døgum. Tjaldrið er ein av teimum fáu vaðfuglunum, ið fóðrar ungar sínar. Tá foreldrafuglurin t.d. hevur fangað ein maðk, verður hann lagdur frammanfyri ungan, sum so etur hann. Ungarnir halda ofta til í grýtutum lendi, og har eru kamoflasjulitirnir hjá ungunum tann besta verjan. Øll, ið nærkast reiðri og unga, verða harðliga útskeldað. Hans Andrias Djurhuus. Djurhuus verður mangan nevndur Føroya kærasta fólkaskald. Sera væl umtóktar eru ikki minst hansara mongu barnarímur. Hans Andrias Djurhuus (føddur í Tórshavn 20. oktober 1883, deyður 6. mai 1951) er bróðir navnframa yrkjaran Janus Djurhuus, og saman ganga teir mangan undir heitinum Áarstovubrøðurnir. Orsøkin til navnið er hon, at barnaheim teirra var Áarstova í Havn. Hans Andrias var lærari í fólkaskúlanum, realskúlanum og í læraraskúlanum. Hann verður mangan nevndur "Føroya kærasta fólkaskald"; sum skald var Hans Andrias ógviliga virkin og fjølbroyttur og royndi seg á flestøllum skaldskaparøkjum, t.d. sum yrkjara, sálmaskald, stuttsøgu-og ævintýrahøvund, skaldsøgu-og sjónleikahøvund. Tað mesta av tí, hann skrivaði, er komið út í verkinum Ritsavn I-VII. Lívssøga. Hans Andrias Djurhuus varð borin í heimin hin 20. oktobur í árinum 1883. Hans Andrias vaks til í Tórshavn, har barnaheim hansara var Áarstova. Umstøður teirra vóru truplar, og húskið virkaði undir trongum og fátæksligum korum. Faðirin var útróðrarmaður, meðan móðirin var húsmóðir. Í Áarstovu høvdu tey miklan ans fyri mentan og søgu, og faðirin kvað og segði børnum sínum frá gomlum søgum og sagnum. Foreldur Hans Andriasar vóru Óla Jákup Djurhuus og Elsa Maria Djurhuus, ið fingu sera nógv børn saman. Hans Andrias var ikki fyrsta barn teirra, tí áður hevði Elsa Maria borið átta nýføðingar í heimin. Fimm teirra varð ikki lív lagað, og teir andaðust fáar mánaðir eftir barnsburðarnar. Seinni fingu Elsa Maria og Óla Jákup tvær døtur, ið doyðu stutt eftir, at tær vóru bornar í heimin. Fimm av børnum teirra komu tó undan við lívinum, og tey vóru: Armgarð, Janus, Christian, Hans Andrias og Poul Juel. Móðir Hans Andriasar doyði á ungum árum av tuberklasmittuni, ið herjaði um alt landið. Elsa Maria doyði í árinum 1897, og eftir sat faðirin, Óla Jákup, við fimm børnum. Eftir at móðirin var deyð, tók Armgarð, ið var elsta systir Hans Andriasar, húskið á herðar sínar. Svár hevur sorgin verið teimum, og fátæksligu liviumstøður teirra hava neyvan bøtt um støðuna. Hin 8. august í árinum 1899 stóð grein í Fuglaframa, har Sverre Patursson skrivaði, at Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen fóru undir háskúlavirksemi í Føroyum. Nakað seinni kom Hans Andrias á Føroya Fólkaháskúla at ganga. Tað hevði sera stóran týdning fyri Hans Andrias, at hann kom á Føroya Fólkaháskúla at ganga, tí á skúlanum fekk hann kunnleika til føroyskt mál og bókmentir. Hans Andrias fór nú at yrkja á føroyskum, eftir at hava yrkt á donskum áðrenn. Hans Andrias sat nú og yrkti í Føgrulíð. Háskúlin í Føgrulíð, ið er vestantil á Borðoynni, vakti av álvara yrkjarahug Hans Andriasar. Í árinum 1902 fór Hans Andrias á læraraskúla, har hann tók prógv í 1905. Í tveimum umførum var Hans Andrias eisini á læraraskúla í Danmark. Lærarastarvið gjørdist lívsstarv hansara, og lærari var hann í Sandavági, á Tvøroyri og í Tórshavn. Eitt skifti hevði Hans Andrias eisini verið avloysari í Klaksvík. Lívið var ikki uttan trupulleikar fyri Hans Andrias. Í árinum 1923 misti hann konu sína, Juttu. Orsøkin var aftur herviliga tuberklasmittan, og Hans Andrias gjørdist einkjumaður. Hans Andrias giftist tó uppaftur í 1925, og í seinnu giftu giftist hann við Petru. Hjúnarlagið teirra millum helt síðani á, inntil Hans Andrias andaðist í 1951. Ritverkið. Fyrsta almenna verk Hans Andriasar var yrkingin, Harður er stormur á firði, ið kom út í árinum 1901, meðan Hans Andrias var næmingur í Føgrulíð. Fáar mánaðir frammanundan hevði Janus Djurhuus, eldri bróðir Hans Andriasar, eisini latið úr hondum fyrstu almennu yrking sína. Yrking Janusar fekk betri skoðsmál enn yrking Hans Andriasar, tó at mikið rós varð veitt yrking Hans Andriasar. Sermerktu skaldagávur Hans Andriasar bóru boð um, at eitt stórskald var ávegis. Hans Andrias Djurhuus er stórvirknasta skaldið, ið Føroyar nakrantíð hava fostrað. Ikki bert hevur hann roynt evni síni sum yrkjari, men harumframt hevur Hans Andrias fingist við onnur sløg av skaldskapi. Hans Andrias hevur millum annað skrivað sjónleikir, ævintýr, stuttsøgur, eina skaldsøgu og mangt annað. Tískil kann ikki sigast annað enn, at ritverk hansara er sera fjølbroytt og fevnir víða. Tað er tó einki at taka seg aftur í, at týdningarmesti partur av ritverki Hans Andriasar uttan iva er yrkingarnar og barnaskaldskapurin. Yrkingarnar kunnu býtast sundur í fleiri smærri partar, tí sera ymiskt er, hvussu Hans Andrias yrkir. Millum annað hevur Hans Andrias yrkt tjóðskaparsangir, søguligar yrkingar, sjómansrímur, barnarímur, minnisyrkingar og sálmar. Hóast ritverk Hans Andriasar er sera fjølbroytt og spennir sera víða, sæst týðiliga, at týdningarmiklir felagsnevnarar eru í øllum skaldskapi hansara. Hugsað verður serstakliga um lívskáta og ljósa hugburðin, ið er sum afturljóð í skaldskapi hansara. Tískil er eyðvitað, at lyndi og heimsfatan Hans Andriasar týðiliga koma til ásýnis í skaldskapi hansara. Fatan okkara av Hans Andriasi, sum barnsins og fólksins vinur, er tískil sprottin úr káta yrkingarhátti og lyndi hansara. Føroysku náttúruna, ið er bæði harðbalin og hóttandi, lýsir hann vakra og hugtakandi. Dagsins strev og barnsins leik, ja, alt samalt lýsir hann við miklari gleði og sóma, soleiðis er Hans Andrias og skaldskapur hansara. Hans Andrias hevur í mong ár veitt føroyska samfelagnum dýrar gripir, ið flestu fólk hava kærar. Av verkum hansara kunnu millum annað nevnast Undir víðum lofti frá 1934, Yvir teigar og tún frá 1936, Sjómansrímur frá 1925, Beinta frá 1927, Søgumál frá 1922 og Føroya søga frá 1924. Navnframastu verk hansara eru tó uttan iva barnabøkurnar Barnarímur frá 1915 og Barnabókin, bd. 1-2 frá 1923-1924. Óvitar og ungdómar hava í mong ár fingið innlit í hesi verk, tí tilfarið í teimum verður dúgliga nýtt til skúlabrúks. Í skaldskapi sínum vendir Hans Andrias sær tessvegna til bæði vaksnamannasálina og barnasálina. Káta huglagið eyðkendi Hans Andrias sum persón, nakað ið týðiliga sæst aftur í skaldskapi hansara. Noreg. Noreg, í talumáli ofta Norra, á gomlum føroyskum Noregur og Norðvegur; er kongsríki í Norðurevropa. Í eystri hevur Noreg mark við Svøríki, Finnland og Russland, í suðuri við Skagerrak, í norðri Barentshavið og vesturi er Atlantshavið. Høvuðsstaðurin í Noregi er Oslo. Landið er eitt av ríkastu londum í heiminum. Gott 5 400 000 fólk búgva í Noregi í 2021. Á meginlandinum búgva í miðal 14 fólk á hvørjum km2, men tað er ymiskt, hvussu tættbygt tað er. Teir norðastu partarnir eru fámentir, og fjølmentast er rundanum Oslofjørð. Eini 77 % av norðmonnum búgva í býum ella í øðrum tættbygdum økjum. Góð 23 % búgva í fámentum økjum. Tað er langt land, sum smalkar ímóti norði. Har smalast er, eru bara 6,3 km frá sjónum og eystur at svenska markinum. Størsti parturin av landinum er fjallalendi, og fram við allari strondini er skergarður við túsundtals oyggjum. Norðuri í Íshavinum eigur Noreg oyggjarnar Jan Mayen, 550 km í ein landnyrðing úr Íslandi, og longur norðuri Svalbarð, sum er felagsnavn fyri Bjarnoynna og Spitsbergen, 3 stórar og nakrar lítlar oyggjar, tilsamans 61 229 km2. Langa strond Noregs er útnyrðingsmarkið á evropeiska meginlandinum. Søga. "Høvuðsgrein: Noregs søga" Fyrsta, vit hoyra um Noreg í søguni, er, at landið var býtt í høvdingadømi, og hvør høvdingur ella kongur hevði rætt til at taka skatt av tí landsparti, hann sat á. Sambært kongssøgum savnaði Haraldur Hárfagri alt Noreg undir ræði sítt. Í 872 hevði hann skipað lensmansríki í Noregi. Av harðræði hansara var stór útflyting vestur í hav til Føroya, Hetlands, Orknoya, Íslands, Grønlands og aðrar staðir. Tó at hesi londini tá vóru uttanfyri Noregs ríki, vórðu tey øll løgd undir norskt kongsvald seinni. Upp gjøgnum tíðirnar var Noreg viðhvørt sjálvstøðugt, viðhvørt undir donskum yvirvaldi og viðhvørt undir svenskum. Men mest av tíðini var tað sjálvstøðugt kongsríki, hóast tað var undir útlendskum yvirvaldi. Tað var hetta, ið gjørdi tað gjørligt hjá noregsmonnum at loysa frá Svøríki í 1905. Eitt nýtt fullveldisríki varð ikki stovnað við hesum. Tað einasta, sum hendi, var at svenski kongurin varð settur frá í Noregi, og politiska samstarvið millum Noregs og Svøríkis uppsagt. Í krígsárunum 1940-45 var Noreg hersett av týskarunum, og vóru hetta hørð ár hjá norðmonnum. Nógv fólk varð sent av landinum og sett í fangatippir í Týsklandi. Í 1939 komu loynilig boð um, at sinnissjúk, kryplar, evnaveik og tey, sum høvdu ógrøðandi sjúku, skuldu verða dripin. Søkt var eisini at samkyndum, og løgreglustøðirnar fingu boð um at geva loyniløgregluni lista við samkyndum fólki. Nazistarnir nevndu hetta miskunnardráp. Summir býirnir vóru ógvuliga illa viðfarnir. Ringast var í Norðurnoregi, har settu týskar herdeildir eld á nógvar bygdir og noyddu fólkið at flyta suður í landið, og vegir og brúgvar sprongdu teir. Afturat hesum kom, at nógv av farmaskipunum, sum sigldu við førningi fyri tey sameindu londini, vóru søkt, so handilsskipaflotin minkaði ógvuliga nógv. Tað var tí eitt tungt tak at fáa alt aftur í rættlag, tá ið kríggið var uppathildið. Men norðmenn stóðu saman og væl gekst. Nú standa nosslig hús aftur á toftunum, og farmaskipaflotin er størri enn nakrantíð. Í februar 1994 vóru Olympisku vetrarleikirnir í Noregi. Flestu kappingarnar vóru í lítla býnum Lillehammer við Mjøsa. Tann 22. juli í 2011 var Noreg rakt av yvirgangsatsókn. 77 fólk lótu lív, og nógv fingu skaða í álopinum á stjórnarskrivstovuna í Oslo og summarleguna hjá AUF á Utøya. Hetta er ógvisligasta atsókn í Noregi síðan 2. heimsbardaga. Landafrøði. Fjøll og firðir á Vesturlandinum. Myndin er tikin tætt við "Lodalen". Mong ferðafólk sigla við ferðamannaskipi á føgru norsku fjørðunum. Firðirnir eru so djúpir, at stór skip, til dømis ferðamannaskip, kunnu sigla langt inn í landið. Landafrøðiliga er Noreg millum 57°71° og 71°11° n.br. Landslagið er ógvuliga fjølbroytt. 50 % av landinum er oman fyri skógarmarkið, og 27 % eru vøtn og hagi. Størsti parturin av landinum er fjallalendi, og fram við allari strondini er skergarður við túsundtals oyggjum. Tær 57 000 oyggjarnar fram við strondini eru uml. 7 % av landinum. Útróðrarbygdirnar fram við strondini eru seinastu árini støðugt minkaðar, tí at fiskiskapurin er versnaður, men tó havbúnaðurin er alsamt vaksin. Landið er langt og smalt liggur fram við Norðuratlantshavinum og havøkjum so sum Skagerrak, Norðsjónum, Norskahavi og Barentshavinum, har ið kendu norsku firðirnir eru. Oyggin Jan Mayen og Svalbarð eru partur av norska kongsríkinum. Og Bouvetoy har suðri í Atlantshavinum er norskt hjáland. Eisini eigur Norra hjálondini Peteroy har suðuri í Suðurindiahavi og økið Maudland í Antarktis. Norra er býtt sundur í 11 fylki, sum aftur eru býtt sundur í 356 kommunur. Norra er eisini býtt sundur í fimm landspartar. Bara uml. 3 % av Noregi er egnað til dyrkilendi, annars eru mest fjøll, berligar víddir og djúp vøtn. Mesta og besta landbúnðarjørðin er fram við og innast á botni í fjørðunum. Mongu, longu og djúpu firðirnir vórðu til, tá ið skriðjøklar skriðu av fjøllunum út ímóti strondini og gróvu seg níður í dalarnar. Firðirnir eru frá náttúrunar hond góðar havnir, og har búgva nógvir útróðarmenn og bøndur. Mong ferðamannaskipi á føgru norsku firðunum. Norðastu partarnir í Norðurskandinavia og Norðurnoregi eru norðan fyri norðurpólkring. Á hásumri setur sólin ikki her, og tað er ljóst alt samdøgrið. Á hávetri rísur sólin ikki, tað er myrkt alt samdøgrið. Longri norður vit koma, longri er midnáttarsól og vetrarmyrkur. Norðast í hesum londum er myrkt næstan tveir mánaðir um veturin. Landslagið. Fyri o.u. 600-350 mió árum síðan vórðu Kaledóniafjøll til. Tey ganga ígjøgnum alt Noregs land, sunnanífrá og norðureftir, og mynda landslagið. Fjøllini reistu seg á markinum millum tvær meginlandaplátur, sum stoyttu saman. Har tilfarið í undirgrundini var serliga hart, eru framvegis illgongd og høg fjøll - Jotunheimur, Hallingskarvet og Lyngsalpur. Kaledóniafjøll og ístíðarísurin hava í felag myndað landslagið. Í seinastu ístíð lá alt landið undir ísi. Ísskjøldurin trýsti landið niður, gróv botnar og dalar og flutti burtur eyr og grót, sum seinni varð morenulendi. Næstan helvtin av Noregs landi er oman fyri skógarmarkið (umleið 49,5 %), 20 % er meira enn 900 m oman sjóvar. Nógvastaðni er gaddajørð og grunnlendi, og veðurlagið ómilt. Hetta ger, at nytta bara fæst úr o.u. 23 % av landinum, um 3 % er velt og um 20 % er skógur. Hóast Noreg fer væl norður um 70°, frysta havnir og firðir ikki, tí at Golfstreymurin gongur eystur og norður við allari strondini. Noreg, vestari parturin av skandinavisku hálvoynni, er smalt, langt land, úr norðasta í sunnasta landoddan eru 1700 km, meðan breiddin har, sum tað smalast er, er ikki meira enn einar 15 km. Fram við at kalla allari vesturstrondini er yðjandi fult av skerum og oyggjum, men innanfyri henda skergarðin er so djúpt, at har er farandi við heilt stórum skipum, bert tey hava kunnugan mann umborð. Tá ið hann liggur vestaneftir, kann vera ódnarveður uttan fyri skerini, men deyðaslætt innanfyri. Fyri at gera siglingarleiðina tryggari hava teir sett lyktir ella vitar á nógvar av hólmunum og oyggjunum. Firðirnir eru nógvir, og summir av teimum eru óføra langir, tann longsti er Sognfjørðurin, sum er 200 km. Oftast eru firðirnir heilt djúpir, og hetta sæst eisini av teimum nógvu býunum, sum standa fram við teimum. Summastaðni fram við strondini er berg fyri, og ofta reisa steyrrættir hamrar og báðuminni firðirnar, og í støðum eru teir so høgir, at sólin sleppur ongantíð at. Á einum vanligum landkorti er tann parturin av landinum, sum er hálendi, litaður við brúnum og láglendið við grønum, jú hægri landið er, dimmari er tann brúni liturin. Av hesum skilja vit, at tað mesta av Noregi er fjallalendi, men vit síggja eisini, at nógvir dalar ganga niðan millum fjøllini. Teir norsku dalarnir eru ofta bæði grasgóðir og slættir, og á eysturlandinum eru teir rættiliga breiðir. Oftast rennur ein stór á, elvur, ið norðmenninir kalla, oman gjøgnum dalin, og báðuminni ánna standa húsini. Úr dalinum sæst ofta upp á eina egg, men garðarnir, helst á sólarsíðuni, kunna standa langt upp í líðini, og bøurin hjá teimum ovastu gørðunum kann ofta vera betri, enn tann hjá teimum niðri í dalinum, og hetta kemur av, at áirnar hava ført so nógvan eyr og sand við sær oman í dalin. Oman fyri bøgarðarnar tekur skógurin við, og hann gongur ofta heilt niðan á eggina, mest er tað fura, bjørk og grann, sum veksur, og skógurin er sundurmarkaður millum garðarnar. Uppi á sjálvum fjallinum vaksa bert smá bjørkatrø, men har sum lægdir ella fløtur eru, kann vera óføra loðið, og har er besti neytahagi. Hetta eru setrarnir, og niðan hagar reka bøndurnir seyð, neyt og hestar um summarið. Summir setrarnir eru heilt langt frá húsum, og fólk má liggja á setrinum ta tíðina, neytini eru har uppi. Á hvørjum setri er tí eitt lítið hús, og rundan um húsið er garður, støðil, sum neytini verða rikin inn á um kvøldarnar. Fyrr var mjólkin altíð gjørd til ost ella kirnað til smør, men nú gongur vegur til summar setrarnar, so teir koma eftir mjólkini við bili. Á summum fjøllunum er ógvuliga berligt, har veksur bara lyngur og steinmosi og so ymiskar fjallaurtir. Summstaðni reisa hvassar røðir seg við høgum kavataktum tindum. Fleiristaðni eru jøklar, stórar ísfløtur, bréir, sum norðmenn kalla tær, tann størsti eitur Jostadalsjøkulin. Tá ið køld ár eru, hava jøklarnir seg omaneftir, og tað hevur hent, at teir eru komnir líka oman í tær dyrkaðu líðirnar, so bæði bøur og hús er farið undir ísin. Tey seinnu árini eru teir minkaðir. Størstu fjøllini eru Jøtunheimurin, Kjølurin, Dovrafjøll og Langfjøllini. Hægstu tindarnir eru Galdhøpiggen 2470 m, Gliturstindur 2460 m og Snjóhettan 2300 m. Frálíka natúrvakurt er á fjøllunum, og nøgd av fólki, bæði úr Skandinavia og aðrastaðni, fer hagar til stuttleika, men ísurin er svikaligur, ofta kunna rivur vera í honum, sum ókunnugt fólk ikki varnast um, so tey ganga í tær. Fyri at gera tað lættari hjá fólki at ferðast í hesum óbygdum hava norðmenn frá gamlari tíð bygt smáttur víða hvar á fjøllunum, so fólk fáa hildið til har, tá ið kavarok kemur á tey. Har sum gøturnar ganga eftir fjøllunum, standa varðar sum í Føroyum. Nú verða bygdagøturnar lítið brúktar, tí teir hava lagt bæði jarnbreytir og vegir eftir fjøllunum. Á fjøllunum eru bæði úlvar og bjarnir, men kortini er ikki so nógv til av teimum nú sum fyrr. Villrein er nakað av, og rýpan trýtur ikki. Heilt norðuri ígjøgnum, á Finnmarkini teir kalla, eru stórar heiðar við bæði lyngi og mosa, har halda sámarnir til við reindjórafylgjum sínum. Í Norðurnoregi, helst á oyggjunum, eru góð fuglabjørg, og har eigur bæði lundi, lomvigi og rita. Á summum hólunum eru so stór æðuvørp, at tað er ein heil innløga í dúninum. Summar av oyggjunum har norðuri eru grasgóðar og slættar, og har er óføra nógvur mógvur. Summir dalirnir í Norðurnoregi eru heilt góðir, men enn liggur nógv av landinum sum hagi. Harðangursvíddir eru størsti háslætti í Evropa, uml. 10 000 km2. Partar av víddunum er friðaður tjóðgarður. Aðrir partar eru undir náttúruvernd. Her eru størstu villreinaflokkarnir í Evropa og mong óvanlig djór og djór, sum eru í týdningarvanda. Norska landslagið ger tað trupult hjá landbúnaði og flutningi. Men afturfyri liggur væl fyri at fáa nyttu burtur úr vatninum til orku. Og so dregur landslagið nógv ferðafólk til Noregs at síggja órørda og stórfingna náttúru. Veðurlagið. Fram við norsku vesturstrondini er veðurlagið ikki so ólíkt tí í Føroyum, kortini er tað ikki so skiftandi sum her. Vetrarnir eru oftast heldur lýggir, og mesta avfallið fellur niður sum regn. Hetta ger Golfstreymurin, sum rekur norður við allari strondini, hann hevur lýkku í sær, og havættirnar verða tí ikki so kaldar. Sumrini kunna ofta vera heldur vátlig, og sjáldan eru tey heilt heit. Veðurlag sum hetta kallast "strondveðurlag". Á eysturlandinum er veðurlagið øðrvísi, har eru vetrarnir kavamiklir og harðir, men sumrini eru heit. Hetta er "landveðurlag". Norðast í Noregi er veturin eisini harður, -30 til -35 °C er ikki óvanligt, og ofta legst ógvuligur kavi niður, men kortini plagar ísur ikki at forða fyri siglingini. Ofta ganga strangir stormar, sum gera nógv um seg. Annars halda teir, at tað er væl lýggjari í Norðurnoregi, enn tað var fyri einum 100 árum síðani. Eplir og røtur vaksa heilt norðuri í Finnmarkini, og í teimum veðurgóðu dølunum veita teir ikki sørt av korni. Har norðuri stendur sólin um hásummarið á luftini alt samdøgrið, men mitt í november hvørvur hon og sæst ikki aftur í tveir mánaðir. Sjógvurin við Noregs strendur hevur almikla ávirkan á veðurlagið í landinum. Flógvur sjógvur rekur úr Atlantshavi í bæði Pólhav og Noregshav og ger lýggjari veðurlag. Veðurlagið er skiftandi, landið er stórt, og jarðfrøðiligu viðurskiftini eru ymisk. Høgu fjallaryggirnir gera, at avfallið er nógv á Vesturlandinum, og veðurlagið er meira støðugt á Eysturlandinum. Býir. a> eru fleiri gomul træhús varveitt, og finna vit í dag í hesum húsum góðar matstovur, klædnahandlar o.l. Høvuðsstaðurin er Oslo. Landið eystanfyri Oslofjørðin eitur Østfold. Har eru býirnir Fredriksstad, Halden, Moss og Sarpsborg. Í øllum hesum býunum eru ídnaðarvirkir. Tey flestu framleiða okkurt úr viði. Vestan fyri Oslofjørðin er Vestfold. Har eru býirnir Sandefjord, Kongsberg, Skien, Drammen og Fredriksstad. Sandefjord er reiðarabýur, við Kongsberg høgga teir silvur, og har er eisini ein vápnasmiðja. Í Porsgrunn og Rjukan gera teir salpetur. Arendal og Kristiansand eru fiskivinnubýir. Bergen er næststørsti býur í Noregi. Trondheim er gitin fyri dómkirkjuna, sum man vera ein tann vakrasta í øllum Norðurlondum. Størstu býirnar á Norðlandinum eru Narvik og Bodø. Við Kirkenes tætt við russiska markið eru stór jarnnám. Politikkur. "Sí eisini: Politiskir flokkar í Norra" Stjórnarskipan. Noreg er kongsveldi. Stjórnarovasti er Haraldur kongur V; Harald V kongur av Noregi saman við Haakon Magnus krúnprinsi og dóttur hansara Ingrid Alexandra, sum er nummar trý í arvafylgjuni til norsku trónuna. Núverandi norska kongshúsið er ungt. Abbi núverandi Noregs kong, Håkon VII, var í 1905 á eini fólkaatkvøðu valdur til kong eftir at samveldið við Svøríki fór í upploysn. Áðrenn hann gjørdist kongur í Noregi, nevndist hann Carl prinsur og var næstelsti sonur Fríðrikk VIII í Danmark. Núverandi Noregs kongur er triðjur í røðini í hesi ættini. Olav V ráddi fyri borgum frá 1957 til 1991, tá núverandi Harald 5. tók við. Ongantíð fyrr hevur fólksligi stuðulin til norska kongshúsið verið størri enn í 2014; ein kanning, sum Norstat hevur gjørt fyri NRK vísir, at 82 prosent av fólkinum í Noregi tekur undir við at Noreg framhaldandi skal vera eitt kongsveldi. Í Noregi er eisini fólkaræði, t.e., at norðmenn velja, hvør skal á ting. Fjórða hvørt ár verða 169 umboð vald í Stórtingið. Allir borgarar í Noregi, sum fylla 18 ár í valárinum, ella eru eldri, hava valrætt. Stórtingið samtykkir lógirnar, sum skulu galda í Noregi, og Stórtingið velur eisini landsins stjórn. Almenna umsitingin veksur. Samfelagið verður meira og meira fjøltáttað og tískil truplari at stýra. Tí verða tey, sum arbeiða fyri bæði land og kommunur fleiri. Í privatu vinnuni verða fleiri, sum veita fólki ymsar tænastur, nevnast kunnu krambafólk, fólk í ferðavinnuni, sakførarar, v.fl. Noreg er heimsins besta land at liva í; tað vísur eitt yvirlit hjá ST, sum vísur hvussu livikorini eru í heimsins londum. Yvirlitið tekur hædd fyri m.a. livialdri, útbúgving og inntøku pr. íbúgva. Yvirlitið brúkar tøl frá 2010 til at rokna livikorini út og hevur Avstralia og New Zealand sum ávíkavist nummar tvey og trý á listanum. Danmark er á einum 19. plássi, meðan Niger, Kongo og Simbabvi eru niðast. Skúlaskapur. Skúlarnir tróta ikki í Noregi, barnaskúli er í hvørjari bygd, og so eru nógvir fremhaldsskúlar og háskular. Í Noregi er 10 ára skúlaskylda, og øll hava rætt til 3 ára skúlagongd afturat. Tað merkir, at tey flestu ganga í skúla í minst 13 ár, áðrenn tey koma út í vinnulívið. Javnrættindi. Noreg er ein av fyrstu tjóðum ið broytti støðu tá tað kom til kvinnu rættindi, minniluta rættindi og rættindi til kynsligan samleika. Norra er heimsmeistari í javnstøðu. Tað vísir ein kanning frá World Economic Forum í 2008. Granskarar hava mett londini eftir hvussu kvinnur hava atgongd til útbúgving, heilsu, politiska makt og pengar. Noreg liggur ovast á javnstøðulistanum, beint framman fyri Finnland. Á triðja plássi liggur Svøríki. Danmark er nummar sjey á listanum. Samkynd kunnu giftast í Noregi; Norra fær kynsleyst hjúnalag í 2008, og samstundis sleppa samkynd at ættleiða børn. Hóast tað gjørdist lógligt hjá samkyndum og tvíkyndum monnum at geva blóð í Svøríki í 2010, og í Stóra Bretlandi í 2011, hevur Norra enn ikki valt at broyta lógina. Hóast samkyndir og tvíkyndir menn ikki at sleppa at geva blóð, so sleppa samkyndar og tvíkyndar kvinnur væl tað. Yvirgangur. Óttin fyri yvirgangi í Noregi í 2012 er so mikið stórur, at stjórnin hevur kunnað fleiri stórtingslimir um vandan fyri yvirgangi. Løgmálaráðharrin, Grete Faremo, og verjumálaráðharrin, Anne-Grete Strøm-Erichsen, vóru tann 1. oktober 2012 á einum loyniligum fundi við uttanríkis- og verjunevndina hjá Stórtinginum, har tær kunnaðu um økta vandan fyri yvirgangi. Ráðharrarnir nevndu nøvnini á fleiri islamistum, sum kunnu hugsast at ætla at fremja yvirgang. Sum skilst er hetta fyrstu ferð, at upplýsingar um navngivnar persónar verða latnar á einum slíkum fundi. Við á fundinum vóru eisini umboð fyri fregnartænastuna hjá politinum, PST, og fregnartænastuna hjá herinum. Hildið verður, at umleið 40 persónar í Norra verða mettir at vera møgulig vandamikil yvirgangsfólk. Nøkur teirra eru norðmenn, sum hava vent um til islam. Hini eru fólk, sum eru ættað úr Afganistan, Pakistan, Irak, Somalia, Tunesia og Algeria. Sambært fregnartænastunum hjá løgregluni og verjuni hevur óttin fyri yvirgangsálopum í Noregi ongantíð verið størri enn í 2012. Brotsverk. Millum tær mongu talvur, sum hava sett sær fyri at lýsa heimsins londum, er "Global Peace Index", ið heftir seg við vandamál, at liva í ymsu londunum. Í 8 ár hevur Institute for Economics and Peace (IEP) skipa henda lista, sum vísur at Irak er ótryggasta landið at liva í og Noreg er tryggasta land í øllum heiminum. Fyrningarfreistin fyri dráp og álvarslig brotsverk kann gerast søga í Noregi. Tað merkir, at ein brotsmaður ongantíð sleppur undan revsing. Stórtingsnevndin við løgmálum fer væntandi í mars 2014 at atkvøða um at beina burtur 25 ára fyrningarfreistina í álvarsligum brotsverkum. Tað er Kristiligi Fólkaflokkurin, sum hevur lagt uppskotið fram. Flokkurin vil beina burtur fyrningarfreistina í álvarsligum málum sum siðamisbroti, neyðtøku- og drápsmálum. "Eg eri troyttur av at síggja, at brotsmenn sleppa at ganga leysir, tí revsimál eru fyrnað", sigur framsøgumaður Jan Arild Ellingsen hjá norska Framburðsflokkinum. Framburðsflokkurin legði eitt líknandi uppskot fyri Stórtingið í 2013, men tá hendi onki meira, tí uppskotið skuldi takast við í ein størri "pakka". Roknað verður við, at meiriluti fæst fyri uppskotinum at burturbeina fyrningarfreistirnar fyri álvarslig brotsverk í Noregi. Skøkjulevnaður. Skøkjulevnaður er ólógligur í Norra. Í Noregi verður skøkjulevnaður mettur sum harðskapur móti kvinnuni, og hetta varð bannað við lóg í 2008. Alsamt fleiri norðmenn verða tiknir fyri at keypa sex frá skøkjum. Norska løgreglan hevur t.d. í 2008 tikið 260 menn. Fleiri enn 95 % av teimum norsku prostitutieraðu eru útlendingar; flestu skøkjurnar í Noregi eru úr Nigeria og Eysturevropa. Búskapur. Myndin er av Ekofiskbýi, syðst í norska partinum í Norðsjónum. Sum heimsins fimtistørsti oljuframleiðari er Noreg á 23. plássi millum heimsins týdningarmestu búskapir. Strondin í Noregi er long, og sjógvurin hevur altíð havt stóran týdning. Nógv tættbygd pláss eru á vesturstrondini og í Tróndaløgum. Jarðgass og olja hava stóran týdning hjá teimum, sum búgva á vesturstrondini. Og flest øll í Norðurnoregi liva av fiskavinnu. Arbeiðsplássini í bæði fiskivinnuni og landbúnaðinum eru nógv fækkað seinastu árini. Nú arbeiðir bara 30. hvør norðmaður í hesum vinnum. Tað eru 2,9 %. Tá ið komið varð fram á olju og gass í Norðsjónum í 1969, hevði tað stórar búskaparligar broytingar við sær í Noregi, og landið er nú størsta oljuland í Evropa. Mong túsund fólk starva í oljuvinnuni, annaðhvørt á boripøllum, á reinsiverkum ella í smiðjum, ið gera til dømis skip og pallar til oljuvinnuna. Noreg selur hinum londunum í Evropa meginpartin av oljuni og gassinum. Mong fólk arbeiða í ídnaðinum, týðandi vinnuvegir eru skipasmíð, námsvinna og oljuvinna. Handilsflotin í Noregi er ein av heimins størstu. Mong túsund fólk arbeiða á skipasmiðjum og sigla við farmaskipum og ferjum, sum javnt og samt sigla ímillum býirnar og oyggjarnar á vesturstrondini. Størsti havnabýur er høvuðsstaðurin, Oslo. Sløk hálv millión fólk búgva í hesum ferðarmikla býi, sum er mentunarligur, útbúgvingarligur og íðnaðarligur miðdepil í landinum. Í 2004-2014 hevur virðisøkingin í Norðurnoregi verið tvær ferðir størri enn nakra aðrastaðni í landinum. Í Norðurnoregi hevur tann árligi vøksturin verið 9 % ímóti 1,5 % longri suðuri í landinum. Vinnugreinarnar, sum hava givið Norðurnoregi so stóran fyrimun, eru olja og gass, fiskivinna og aling, sjóvinna, flutningur og námsvinna. Hetta kemur fram í einari frágreiðing, um greiningarfyritøkan Oslo Economics og norska reiðarafelagið Rederiforbundet hava skrivað í februar 2014 eftir at hava kannað virðisøkingina í teimum norðastu økjunum í arktisku londunum Noregi, Kanada, USA og Russlandi. Kanningin vísir eisini, at virðisøkingin í Norðurnoregi hevur verið størri enn í norðurøkjunum í hinum londunum. Landbúnaður. Bara uml. 3 % av landinum er dyrkað. Veðrið setur harðar treytir fyri landbúnaði í Noregi. Tað er kalt og grýtut lendi, so tað er fáastaðni, at landbúnaður fæst at kasta nakað av sær. Landslagið er betri til beiti. Tí hava flestu bøndur í Noregi kríatúr. Helst seyður trívst væl, tí seyður kann ganga í brattlendi. Seyðurin er bara inni, tá ið nógvur kavi liggur. Hóast ikki meir enn uml. slakur triðingur av Noregi er undanvelt, so livir 20 % av fólkinum av landinum, men tá er skógbrúkið uppíroknað. Besta jørðin er á eysturlandinum, í Eysturdalinum, Gudbrandsdalinum og Valdres. Har eru summir garðarnir heilt stórir, og teir velta bæði hveiti og bygg, annars er havri tað kornslagið, sum verður mest velt í Noregi. Røtur og eplir verður velt um alt landið. Av tí teir hava so góðan summarhaga, hava norsku bøndurnir nógv neyt, harfyri mugu teir eisini hava nógv hoyggj, og grasbøurin er tí bæði stórur og væl umsitin. Í teimum sløttu dølunum á eysturlandinum brúka teir maskinamboð, men nógvastaðni er bøurin so brattur, at hann má sláast við líggja. Oftast liggur eitt strekki av skógi til garðarnar, og nógvur bøndur fáa tá líka nógv burtur úr skóginum sum tað, garðurin annars gevur av sær. Trøini verða høgd um heystið og veturin, síðan draga teir tey út á áarbakkarnar, og tá ið toybilið kemur um várið, verða tey floytt oman eftir ánni til sagvirkini, sum standa niðri í slættadalinum, har sum áin rennur møk. Ikki ber til at lata trøini reka, sum tey vilja, nakrir menn mugu fara við og ansa eftir, at tey koma ikki føst. Hesir menn, "floytarar" teir kalla, mugu vera bæði kvikir og djarvir, tí ikki er sjáldan, at teir noyðast út eftir stokkunum til at loysa, tá ið onkur stokkur er komin tvørtur fyri og heldur øllum fylgsninum. Tær áirnar, sum einamest viður verður floyttur eftir, eru Lågen í Gudbrandsdalinum og Glommen í Eysturdalinum. Nógv av viðinum verður útflutt sum hølvað og tilsagað timbur, men nógv verður eisini brúkt sum ráevni á ymsum ídnaðarvirkjum, ella smiðað til møblar og annað í sjálvum landinum. Á summum ídnaðarvirkjunum mala teir viðin sundur og gera hann til sellulosu, og úr henni kann fáast ymiskt, til dømis filmar, kunstsilki, spreingievni o.a. Eystan og sunnan fyri Tróndheimsfjørðin er slættlendi, og har eru enn sum fyrr nógvir og stórir garðar. Á summum av hesum gørðunum fáa teir ovurhonds nógv hoyggj. Í Norðurnoregi eru garðarnir oftast heldur smáir, og tað vanliga er, at bøndurnir, ið hvussu er teir, sum sita nær við strondina, rógva út, tá ið tað ber teimum til. Norðast í Noregi á Finnmarkini búgva sámarnir. Teir liva av reindjórahaldi. Um veturin ganga djórini inni á heiðunum og skava sær mosa upp undan kavanum, og um summarið reka teir tey oman móti strondini. Í hørðum vetrum, tá ið skari legst á kavan, fara tey at svølta, og tá er skjótt til at tey fara burtur av leið. Men tá er vandi fyri hond, tí úlvarnir leggjast á tey, og sámarnir munna hala avstað við hundum at leita. Tey seinnu árini hava teir roynt at fáa hoyggj sunnanífrá, tá ið ringast hevur staðið til. 150 djór má ein maður hava, fyri at húskið kann hava nóg mikið til at liva av. Fyrr búðu sámarnir altíð í tjøldum, men nú eru teir flestu búfastir. Ídnaður. Í 2008 pumpaðu norðmenn uml. 240 mió tons upp úr Norðsjónum. Koli er lítið til av í Noregi, men jarn høgga teir í fleiri støðum, málmurin er kortini ikki nær so góður sum tann svenski, teir rokna við, at tað eru ikki meira enn 30 % av reinum jarni í honum, tað mesta verður selt av landinum. Kopar er í fleiri støðum, bestu námini eru við Rørås. Við Kongsberg høgga teir silvur, djúpasta holið er 1000 m undir jørð. Mesta grótið í Noregi er granitt, hetta er bæði hart og vakurt grótslag. Tætt við býin Halden hava teir ovurhonds stórt gróthol. Har verður grótið sagað ella høgt til flísar ella laðingargrót, og síðan verður nógv av tí selt til ymis lond. Summastaðni er eitt annað grótslag, sum eitur skifer, tað verður sagað til taksteinar. Til drívkraft í ídnaðarvirkjunum brúka teir allastaðni elmegi, og hon trýtur ikki í Noregi. Fossarnir eru bæði stríðir og nógvir og elvirkini mong. Eitt tað størsta elverkið er við Rjukanfossin á Suðurlandinum. Har gera teir ovurhonds nógv kálksalpetur. Nógvur ídnaður virkar vøruúrdráttir úr bæði fiskivinnu og landbúnaði. Nevnast kunnu t.d. sláturvirki, mjólkarvirki og virki, sum súlta grønmeti og frukt. Nevnast kunnu eisini virki, sum gera ymsar útdráttir úr fiski o.ø. Norðmenn fáa nógva orku úr náttúruni. Teir fáa t.d. ravmagn úr vatnorku. Noreg er eitt av teimum fáu londunum í heiminum, sum fær alla el-orku sína úr vatnorkuverkum. Norðmenn fáa uml. 12 ferðir so nógva jarðgass og olja, sum teir brúka sjálvir. Meginparturin verður tískil fluttur út. Síðani fyrsta oljukeldan, Ekofisk, varð funnin á norska landgrunninum í 1969, hevur oljuvirksemið otað seg longur og longur norður eftir framvið norsku strondini. Í dag fevnir leitingin eisini um økini heilt har norðuri í Barentshavinum. Men tað finnast eisini undantøk tvs. øki, har mótstøðan móti oljuleiting hevur verið so mikið stór, at tað hevur ikki eydnast oljumyndugleikanum at fáa grønt ljós frá Stórtinginum til at lata upp t.d. leiðirnar við Lofoten, Vesterålen og Senja fyri oljuleiting og eftir tað framleiðslu. Flokkarnir í Stórtinginum eru ósamdir um í heila tikið at loyva leiting í hesum økinum, ið er ríkt fiskiøki og sera náttúruvakurt. Arbeiðaraflokkurin, Høgra og Framburðsflokkurin eru fyri leiting. Sosialistiski Fólkaflokkurin, Miðflokkurin, Vinstri og Kristiligi Fólkaflokkurin eru ímóti. Higartil hevur tað so ikki verið møguligt at fáa meiriluta fyri oljuvirksemi í økinum. Fiskiskapur. Í nógvum tættbygdum økjum fram við norsku vesturstrondini er fiskivinnan høvuðsvinnan. Landgrunnur Noregs er ógvuliga stórur, og fiskiríkidømið er stórt. Av tí fólkinum, sum býr úti við norður- og vesturstrondina, livir tað mesta av hvalaveiði, fiskiskapi ella sigling. Fiskurin trýtur ikki fram við norsku strondini. Á Sørlandinum fiska teir nógvan makrel. Um summarið fáa teir hann í gørnum, sum verða sett um kvøldið og tikin uppaftur morgunin. Um heystarnar kemur makrelurin inn á firðirnar, og tá kasta teir nót eftir honum. Á Vesturlandinum er tað toski og sild, teir royna eftir. Í januar mánað koma sildatorvurnar inn móti Mørustrondini, og so geva tær seg so við og við suður við landinum. Sildin verður fingin bæði við snurpunót, og, tá ið torvurnar geva seg heilt inn á firðirnar, við vanligari nót. Fitisildin kemur um heystið og stendur fram við allari vesturstrondini líka norður í Finnmarkina. Nógv av sildini verður saltað, og nakað verður lagt í blikk, men meginparturin fer til sildaoljuvirkini og verður gjørt til t.d. sildamjøl ella sildaolju. Nú kraftblokkur meira og meira verður settur í veiðiskipini, og teir kunna nýta bæði betri og størri nótir, kann hetta økja nógv um veiðinøgdina. Toskur fæst fram við allari vesturstrondini, men bestu miðini eru norðuri við Lofoten og Møre. Januar til apríl er besta tíðin har norðuri, tá kemur fiskurin inn at gýta og stendur ofta tættur á grunnunum. Tá leita smærri og størri før av øllum norðurlandinum til Lofoten. Í øllum bygdum har norðuri, sum hava so fræga bryggju, at skip fáa lagt at, yðjur við fólki, og tað er sum lívið er vaknað av nýggjum aftan á tann myrka veturin. Sum allastaðni verður nú í Noregi meira og meira av tí fiski, sum kemur feskur til lands, skorið til flak og útflutt í frystum líki. Størsta flakavirkið í Noregi er Findus í Hammerfest, sum føroyskur verkfrøðingur hevur verið uppií at leggja til rættis. Nakað av fiskinum verður saltað og selt sum saltfiskur til t.d. Italia og onnur lond, ella hann verður virkaður til klippfisk og seldur til Brasil ella Spania. Men nógv verður bara flakt og síðan hongt upp at turka. Norðmenn selja eisini hópin av turrum fiski til lond í Afrika. Eitt annað gott fiskipláss er norðuri í Finnmarkini. Um várarnar kemur eitt lítið laksaslag, sum eitur loddan, inn á firðirnar at gýta, og toskurin gongur aftan á hana. Hesa árstíðina kunna teir fiska heilt nógv har norðuri. Men Íshavið er svikaligt, og ikki er tespiligt, tá ið hann brennur á við kavaroki og stormi av útnyrðingi. Men tað er ikki bara fram við strondini, at norðmenn royna. Summir leita eisini til Hetlands ella Føroya, og summi línuskipini royna í Eystur- og Vesturgrønlandi og føra góðan fong av toski og kalva heim. Í norsku áunum er væl til av bæði eyrriða og laksi, og helst norðuri í Troms veiða teir hópin av laksi. Í vøtnunum er nógvur eyrriði, og menn fáa hópin av peningi frá fremmandum sílafiskarum, sum leiga sær rætt at fiska. Kópi skjóta norðmenn nakað av. Tey skipini, sum veiða kóp, royna heilt norðuri í Íshavinum, og teir skjóta kópin á ísinum. Hetta er vandamikil veiða, og skipini mugu vera ógvuliga sterkt bygd. Fyrr skutu norðmenn hópin av stórhvali í Íshavinum, men hann minkaði so nógv, at tað loysti seg ikki. Teir góvust kortini ikki, men fóru líka suður í sunnara Íshavið at royna. Fyrst høvdu teir støð á nøkrum oyggjum har suðuri, sum taka við hvalunum frá hvalastingarunum til at skera upp og og viðgera teir, meðan onnur skip flyta útgerð til teirra. Flestu av hesum flótandi "hvalakókaríunum", teir kalla, eru úr Sandefjord í Vestfold. Afturat tí stóra fiskiflotanum hava norðmenn eitt ógvuliga stórt tal av farmaskipum, norski handilsflotin er millum teir størstu í heiminum. Nógv av hesum skipunum sigla millum ymsar havnabýir í Evropa og pláss í øðrum heimspørtum, og tað kunna ganga ár ímillum, at tey eru heima í Noregi. Tey seinnu árini hava teir bygt nógv tangaskip, sum sigla við olju frá oljulondunum. Summi av teimum eru ógvuliga stór, upp um 100 000 tons, og norsku reiðaravirkini vinna stórpening frá siglingini. Afturat vanligu fiskivinnuni, hevur eitt nýtt slag av fiskivinnu tikið seg upp seinastu 30 árini. Tað er aling. Alararnir hava fisk í "fjósi". Teir hava fisk í stórum nótum úti á sjónum. Henda "nýggja" vinna hevur havt stórar trupulleikar at dragast við. M. a. hava nógvar fiskisjúkur gingið í alibrúkunum. Men nú eru norðmenn um at fáa bast sjúkunum, so nú fáa alarar tikið nógvan fisk hvørt einasta ár. Og nú er eisini aling tryggari vinnuvegur enn vanlig fiskivinna. Skógbrúk. Umleið 40 % av Noregi eru skógvaksin. Góð nytta fæst burtur úr skóginum. Trøini verða feld og brúkt í bæði pappírsvinnuni og byggivinnuni. Sumt verður eisini tikið til brenni. Tí er skógarvinnan tryggasta inntøka hjá nógvum bóndum. Handilsviðurskifti. Fiskiskapur, sigling, kópa- og hvalaveiða hava verið týdningarmiklir vinnuvegir. Seinastu árini hevur olju-, gass- og alivinnan kastað nógv av sær. Í 2010 seldu norðmenn tænastur og vørur fyri 137,0 mia. $ í útlondum, og teir keyptu 74,0 mia. $. Tað er heilt nógv, afturímóti øðrum londum. Meiri enn helvtin av norska vøruútflutninginum eru olja og jarðgass. Uttanríkishandil Noregs er grundaður á náttúrutilfeingið, á málm og onnur steinsløg, fiskivinnu, skógarvinnu og fossamegi. Nú er búskapurin mest bundin av oljuvinnuni. Stórur partur av útflutninginum er orka, olja og gass. Samferðslukervi. Tað sigur seg sjálvt, at í so fjallbygdum landi sum Noreg er torført at gera vegir. Teir hava skjótgangandi skip at sigla millum størstu býirnar, og so sigla smærri før til tey smærru plássini. Men teir hava eisini langar vegir og jarnbreytir. Jarnbreytin millum Bergen og Oslo er soleiðis 500 km. Hendan jarnbreytin var ógvuliga torfør at leggja, nógvastaðni vóru djúpar gjáir fyri, sum teir máttu byggja brúgvar tvørturum, og í nógvum støðum máttu teir spreingja seg ígjøgnum fjøllini. 178 tunlar eru á vegnum, og tann longsti er 5 km langur. Í stórkava um veturin er torført at fáa koyrt, teir brúka kavaplógv, men viðhvørt kunna fannirnar vera so stórar, at tær heldur ikki koma fram. Ein enn longri jarnbreyt er tann millum Trondheim og Oslo. Bilvegirnir eru nógvir, nú mesta samferðslan millum bygdirnar er við bili. Síðstu 50 árini hevur flogferðslan í Noregi sum aðrastaðni fingið størri og størri týdning. Størstu flogstøðirnar eru Gardemoen-støðin í Oslo og Flesland í Bjørgvin. Tað eru kortini ikki øll flogfør, sum seta seg á landi. Summi bæði seta seg og taka seg á flog av sjónum, og hetta slagið verður nakað brúkt í Norðurnoregi. Av tí at so lítið fólk býr í Noregi, og landið er smalt og langt, verður ofta langt at flyta fólk og farm. Fyrr var næstan allur tungur farmur fluttur við skipi. Flutningur yvir land gekk seint og var ótryggur. Fjøll og djúpir dalar, og ikki at tala um kavan um veturin, elvdu til stórar trupulleikar. Seinastu árini eru íløgur lagdar í berghol og vegir. Tí ber til at koyra nógvastaðni um veturin nú, har ikki var hugsingur um at fara fyrr. Tí verða farmur og fólk mest flutt við bili nú á døgum. Er langt at fara, eru bæði flogfør og tok til at taka. Fólkið. Norska fólkið, næstu frændur okkara, er yvirhøvur eitt arbeiðssamt og djarvt fólk. Um norsku sjómenninar verður sagt "der fartøj flyte kan, der er han første mann", og fleiri av teimum gitnastu kanningarmonnunum í Polarlondunum hava verið norðmenn. Trúgvin er sum í hinum Norðurlondunum tann lutherska. Í norðastu fylkjunum er mesta fólkið sámar. Í 2008 fluttu tilsamans 66 961 fólk til Noregs. 23 615 norðmenn fluttu í útlond. Mest nýttu nøvn í Norra í 2008 eru gentunavnið Linnea og dreingjanavnið Lukas. Árið fyri vóru hesi Sara og Mathias. Annars eru hesi ofta ovarliga á listanum: Markus, Jakob, Jonas, Emma, Thea og Nora. Tekur man Oslo burturúr, so er ein munur at síggja. Nógv mest nýtta dreingjanavn í Oslo er Mohammed. Triðja hvørt barn í Oslo kemur frá ikki-norskari bakgrund. Fyrst í 2014 hevur Noreg 25 000 fleiri menn enn kvinnur. Men fyri tíggju árum síðani vóru 39 000 fleiri kvinnur enn menn. Av londunum í Evropa við einum fólkatali yvir eina millión, eru Noreg og Írland tey einastu londini sum hava yvirskot av monnum. Í Noregi eru 49,7 % kvinnur, sum merkir, at tað í 2014 eru 990 kvinnur fyri hvørjar 1000 menn. Náttúruvernd. Stórur partur av Noregs landi er hagi og skógur, og helst í fjøllunum og ónomin náttúra. Hesi øki eru ógvuliga viðkvom og tola erlítla dálking. Súrt regn og geislavirkið avfall hóttir áir, vøtn og skóg. Tí taka norðmenn dyggiliga undir við millumtjóða náttúruvernd. Av tí at Noregs náttúra er so egin og fjølbroytt, hevur Noreg millumtjóða skyldu at verja plantur, náttúru og sjáldsom djór, til dømis jervin. Gróður. Á láglendinum í Suðunoregi veksur leyvskógur og annar vøkstur, ið trívst væl í hita. Vanligasti skógurin í Noregi er nálaskógur, bæði grann og fura, lyngur og mosi grør ímillum trøini. Ovast í líðunum veksur bjarkskógur, og har er nógvur soppur. Í fjøllunum er fjølbroyttur vøkstur, í neðra er pílur, lyngur og dvørgbjørk, í erva aktisk frosmýri, og har vaksa bara harðbalnar smáar urtir, til dømis rýpuber og fjallabrúður. Ovast á fjøllum við jøklarnar er als eingin vøkstur. Skógur veksur ikki í arktiskum veðurlagi. Dýralívið. Á fjøllunum eru bæði bjarnir og úlvar, men kortini er ikki so nógv til av teimum nú sum fyrr. Mong dýr í Noregi hava lagað seg eftir arktiskum veðurlagi - jervur, læmingur, reindýr, fjallarevur og snjóugla, sum eru norðast og hægst á fjøllum. Í skóginum eru t.d. hara, revur og elgur. Har byggja rovfuglar, til dømis falkur, heykur og ugla, og smáfuglar í stórum tali. Sunnari í landinum, har veðurlagið er lýggjari, eru grevlingur, stálormur og rádýr. Við strondina er vaðfuglur, sjófuglur og másafuglur, og í sjónum er sumstaðni hvalur og kópur. Nógvastaðni fram við sjónum eru fuglabjørg, har bjargafuglur og svartfuglur byggir í meingi. Vantandi føði av ovurfiskiskapi, oljudálking og umhvørviseitran hevur borið við sær, at bjargafuglurin síðan miðskeiðis í sjeytiárunum er minkaður í stórum. Bjarnirnar í Norra verða alsamt færri, meðan talið á úlvum økist. Tað vísir ein frágreiðing frá Rovdata í 2013. Í 2012 vóru 137 bjarnir í Norra, og var tað ein afturgongd, samanborið við 2011, tá tær vóru 151 í tali. Í 2010 vóru 166 bjarnir í Norra. Hinvegin verða úlvarnir alsamt fleiri í tali, og í 2013 er talið mett til at liggja millum 64 og 77, samanborið við tølini fyri einum ári síðani, tá teir vóru millum 56 og 64 í tali. Mentan. "Høvuðsgrein: Norsk mentan" Klæði. Norðmenn eru sera fegnir um tjóðbúnan. Gomlu búnarnir eru ikki teir somu í hvørjari bygd. Farið verður í tjóðbúna, tá ið veitslur eru, til dømis barsil, brúdleyp ella 17. mai. Tjóðardag Noregs, 17. mai, ganga børnini skrúðgongu. Tónleikur. Norskur fólkatónleikur hevur uppruna sín í gerandisvinnuni. Frá ærgishaldi á fjøllunum stava gomul ljóðføri, til dømis nævurlúrður og bukkahorn, og sermerktir sanghættir, til dømis kulokk og kauking. Fólkatónleikurin var nær knýttur at dansi, og ljóðførini, tey nýttu, vóru til dømis landleiki, munnhørpa og hardingfiól. Sámar hava egnan fólkatónleik joyk. List. Týdningarmesta íkast Noregs til alheims byggilist eru tær sermerktu stavkirkjurnar. Byggihátturin er úr víkingaøld. Røros er á alheims tjóðminnaskránni hjá UNESCO, eins og bryggjan í Bjørgvin, stavkirkjan í Urne og helluristirnar í Alta. Ísland. Ísland (íslendskt: "Ísland") er heimsins norðasta tjóðveldi. Høvuðsstaður Íslands er Reykjavík, og í Íslandi búgva umleið 350.000 fólk. Av hesum búgva eini 120.000 í Reykjavík. Hægsti staður í Íslandi er tindurin Hvannadalshnúkur, sum er 2109,6 m. Ísland er oyggjarland og oyggin er 108.846 km2, harav 11.800 km2 av oynni er innlandsísur. Gjaldoyra Íslands er íslendsk króna (ISK). Miðallívsævin í landinum er 80 ár. Ísland hevur verið undir norskum og donskum harradømi, til landið í 1944 fekk fullveldi. Ísland var undir norskum stýri í árunum 1262 til 1380 og donskum stýri frá 1380 til 1944. Íslendskur tjóðardagur er 17. juni. Íslendingar hava valt føðingardag Jóns Sigurðssonar, tjóðarhetju, sum sín tjóðardag. Søga. Norskir niðursetumenn komu til Ísland um somu tíð, sum landnámið var í Føroyum. Eins og Føroyar var Ísland fyrst undir norskum (1262–1397) og seinni undir donskum valdi (1397–1944). Ísland fekk heimastýri í 1914, gjørdist fullveldi í 1918 og lýðveldi í 1944. Búskapur. Íslendska húsarhaldið hevur altíð verið bundið at fiskiskapi. Av teirri grund flutti Ísland fiskimarkið út á 200 fjórðingar í 1979, men tað var við tógvið stríð og nógv rok á fiskigrunnunum. Havið uttanum Ísland er reint, millum annað tí Ísland ikki sjálvt er eitt dálkandi land. Í havinum kring Ísland er ein rúgva av fiskasløgum, m.a. toskur, hýsa, lodna, upsi, sild og kalvi. Av skeljadjórum, sum nógv er til av, kann nevnast jomfrúhummarar, rækjur og jákupsskeljar. Fiskiflotin er nýmótans og telist millum teirra best útgjørdu í heiminum. Útflutningurin av fiskavørum er megin­parturin frystur fiskur, men teir útflyta eisini turran fisk, saltfisk, niðursjóðaðan fisk, fiskaolju og fiskamjøl. Bert 1 % ella 1030 km2 av Íslandi er dyrkað jørð. Grasið verður mest nýtt til jóturdýr, men eitt sindur av hoyggi selja teir av landinum. Áseyðatalið liggur um 500.000. Hvørt heyst verður umleið helvtin av stovninum slaktaður. Neytini eru uml. 75.000, rossini uml. 77.000, svín uml. 4.000 og høsn uml. 160.000. Um heystið verður á rossabaki farið eftir seyðinum, sum verður rikin í eina serliga rætt, sum líkist einari ringreið. Fyrst verða allir seyðirnir riknir inn í miðjuna á rættini, og so verða teir býttir út til eigararnar, sum hvør eigur eina rætt út frá miðjuni. Seyðirnir eru markaðir, so hvør kennir sínar. Ísland flytir seyðakjøt av landinum, og einki verður flutt inn. Eitt sindur av ullarvørum verða eisini útfluttar. Í Íslandi er lítið av ráevnum, men tað er hampiliga lætt at fáa fatur í orku. Hetta hevur havt við sær, at teir hava bygt sínar egnu verksmiðjur, ið framleiða burtur úr innfluttum rá­evnum. Henda fram­leiðsla hevur stóran týdning fyri út­flut­ning­in. Nærindis Reykjavík liggur ein nýmótans aluminiumsverksmiðja. Fyri at tað skal bera til at framleiða aluminium, noyðast teir at innflyta rávøruna, og framleiðslan má hava nógva og bíliga el-orku. Til at framleiða eitt tons av aluminium mugu teir hava 22.000 kWh. Í 1988 brúkti verksmiðjan 33,5 % av allari el-orkuni, sum varð framleitt í Íslandi. Verksmiðjan var bygd í 1968, og har arbeiða 600 fólk. Hon liggur tætt við strondina, so tað er lætt at lossa málmin, ið kemur frá Avstralia, Afrika og Grønlandi. Ætlanir eru nú um at byggja eina verksmiðju aftrat, tætt við ta gomlu. Seyður hevur altíð havt ómetaligan týdning fyri Ísland. Í øldir hava fólk hórað undan orsakað av seyðinum. Av seyðinum fingu fólk bæði mat og klæði. Í gomlum døgum mjólkaðu íslendigar eisini seyðunum og brúktu seyðamjólkina til "skyr". Tað gera tey ikki longur, men tey eta nógv seyðakjøt, og av tí bleytu ullini gera teir teppir, klæðir o.m.a. Í 2015 var bruttotjóðarúrtøka Íslands 51.261,875 fyri hvønn íbúgva. Politikkur. Ísland er eitt tjóðveldi, sum verður stýrt av einari stjórn. Stjórnin er Altingið, sum er tað íslendska tingið, og forsetin. Forsetin, sum ikki er limur í nøkrum politiskum flokki, verður valdur 4. hvørt ár. Leikluturin hjá íslendska forsetanum er symbolskur. Tað eru 63 fólkavald umboð í Altinginum úr øllum teimum politisku flokkunum. Ísland hevur sum einasta land í heiminum ein politiskan kvinnuflokk. Ísland hevur ongantíð havt egna hermegi, men í 1951 gjørdu Ísland og USA avtalu um, at ein NATO støð skuldi vera í Íslandi. Hon er í Keflavík, og er ein heimur fyri seg. Ísland hevur verið tað av Norðurlondum, sum eina harðast hevur verið ímóti limaskapi í ES. Hendi tað, so fór allur tjóðskapur og samleiki og sjálvsavgerðarrættur fyri bakka. Men meina fíggjarkreppan í Íslandi seinastu tíðina hevur fingið stóran part av íslendingum at hálsa um. Seinastu meiningakanningarnar vísa, at heili 80 pst. av íslendingum halda, at Ísland eigur at søkja um ES-limaskap. 11. juni 2010 samtykti íslendska stjórnin at broyta vígslulógina soleiðis, at samkynd hava rætt til at giftast í landinum. Lógin er broytt soleiðis, at hjúnaband er millum "mann og kvinnu, "mann og mann" og "kvinnu og kvinnu". Tað Íslendska Altingið samtykti lógina við 49 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Ísland er tað einasta landið í heiminum, sum hevur havt ein samkyndan stjórnarleiðara. Tað er Jóhanna Sigurðardóttir, ið sat frá 1. februar 2009 til 23. mai 2013. Menningarhjálp. Íslendska stjórnin letur 57,6 evrur í almennari menningarhjálp fyri hvønn íbúgva í Íslandi í 2013. Tað er minst av øllum Norðurlondum. 57,6 evrur fyri hvønn íbúgva í Íslandi er bert ein tíggjundi partur av tí, sum Noreg letur; 689 evrur fyri hvønn íbúgva í Noregi. Svøríki letur 426 evrur í almennum stuðli fyri hvønn íbúgva, Danmark 378 og Finnland 187,5. Íslendska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at minka játtanina til stuðul í 2014 Fólkið. 325 671 fólk búgva í Íslandi (í jan 2014). Av hesum býr meiri enn helmingurin um Reykjavíkarleiðina. Eins og hjá okkum eru menninir betri umboðaðir í íslendska fólkatalinum enn kvinnurnar. Í 2014 eru 164 130 menn og 162 920 kvinnur. Næstan 24 000 av teimum, sum búgva í Íslandi, eru útlendskir ríkisborgarar. Størsti parturin av fólkinum býr í sunnara og vestara partinum av landinum, har veðurlagið er tað rætta, orsakað av havstreyminum. 1 % av fólkinum eru ikki lesifør og 8 % av fólkinum eru arbeiðsleys2. Vinnuloysið var eitt hitt lægsta í Evropa í 2007 (1 %). Átrúnaður. Víkingarnir høvdu fleiri ymiskar gudar. Áðrenn teir vórðu kristnaðir, skrivaðu teir spennandi sagnir um norrøna gudaheimin. Men henda trúgvin megnaði ikki at standa ímóti kristindóminum, ið kom til Íslands um leið ár 1000, tá ið víkingaøldin var um at vera liðug. Í fólkakirkjuni eru 90,5% av íslendska fólkinum limir. Tríggjar evangelisk-lutherskar fríkirkjur eru í Íslandi, og tær hava 3,5% av fólkinum sum limir. Síðan 1944 hevur kirkjumálaráðharrin staðið fyri øllum viðurskiftum í kirkjuni. Biskupurin er hægsti kirkjuligi myndugleiki; biskupur og kirkjan avgera, hvat skal ganga fyri seg í kirkjuni. Minni enn fjórðingurin av prestunum eru kvinnur. Tann fyrsti kvinnuligi presturin fekk starv í 1974. Kvennakirkjan hevur kvinnugudstænastu eina ferð um mánaðin. Kanningar vísa, at íslendingar eru trúgvandi fólk. Tað gongur ikki nógv fólk í kirkju vanliga, men í smamband við høgtíðir og serlig høvi, sum dóp, ferming, hjúnavígslu og jarðarferðir, verður dúgliga vitjað. Um 72 % av fólkinum hoyrir til fólkakirkjuna, og restin hoyrir til ymsar aðrar smærri trúarbólkar - flestu kristnir. 841 muslimar búgva í Íslandi og tvey muslimsk samfeløg eru í landinum: Muslimska Foreiningin í Íslandi og Islamiskt Kultursentur. Tað hevur elvt til kjak í Íslandi, at ein moska verður bygd í 2015. Útbúgving. Fyrsta universitetið í Íslandi var sett á stovn í 1911. Útbúgving hevur altíð verið raðfest frammaliga í Íslandi. Íslendingar hava verið kendir fyri at lesa í útlandinum, ikki bara í Danmark og USA sum teir felstu gera, men eisini í nógvum øðrum londum. Føroyar hava leingi havt gott samband við Ísland, men kortini hava ikki nógv leita sær til Íslands at lesa hægri lestur. Tey sum eru farin hava fyri tað mesta lisið íslenskt ella ymsar listagreinir, serliga tónleik. Nú eru nógv skeið fyriskipaði á enskum og tískil er tað lættari hjá útlendskum studentum at lesa í Íslandi. 10 stovnar bjóða hægri lestur í Íslandi. 8 av teimum eru góðkendir sum universitet, men bara eitt teirra veitir allar tær vanligu universitets lærugreinirnar. Hini hava øll lagt seg eftir nøkrum fáum lærugreinum ella í summum førum bert einari lærugrein. Útbúgvingarskipanin í Íslandi er skipað á sama hátt, sum í nógvum øðrum londum við bachelorstigi og masterstigi. Ein bachelorútbúgving tekur vanliga 3-4 ár og ein masterútbúgving vanliga tvey ár. Einstakar útbúgvingar hava fimm ella seks ára normeraða lestrartíð. Millum annað løgfrøði (5 ár), lækni (6 ár) og tannlækni (6 ár). Flestu útbúgvingunum er frálæran á íslendskum, men fleiri og fleiri verða nú eisini á enskum. Háskóli Íslands í Reykjavík er tann stovnurin, sum hevur flestu tilboðini á enskum. Háskólinn í Reykjavík (enskt: "University of Reykjavik") er eitt privat universitet undir íslendska handilskamarinum. Millum annað fæst BS útbúgving teldufrøði og BS útbúgving í 'business administration' á skúlanum. Landafrøði. Ísland er næststørsta oyggj í Evropa og er 103 000 km2 til støddar. Oyggin er 500 km long eystur og vestur og 313 km breið suður og norður. Ísland er háslætti á Norðuratlantshavsryggi. Fleiri hundrað gosfjøll eru í landinum, men bert uml. 30 eru virkin. Mikil hiti í undirgrundini elvir til, at heitt vatn rennur og spríkur upp úr jørðini. Ongastaðni í heiminum eru so nógvar heitar keldur sum í Íslandi, og í mongum býum verður heita vatnið nýtt at hita hús við. Umleið 90 % av húsarhaldunum eru upphitað við jarðarhita. Hægsta fjall er Øræfajøkul, sum er 2110 m. høgt. Jarðfrøði. Jarðarskorpan er stórar plátur, sum flyta seg spakuliga sum ísur á vatni. Sumstaðni brotna pláturnar, men aðrastaðni verða tær trýstar ella eltar saman. Í saman­komingunum eru ofta eldgos og jarðskjálvti. Ísland er á Norðuratlants­rygginum, sum gongur mitt norður ígjøgnum Atlantshavið. Á hesum ryggi koma tvær jarðarplátur saman, Evrasiatiska plátan og Amerikanska plátan. Pláturnar flyta seg hvør sín veg, 1-2 cm um árið. Eldgos hava verið nógvastaðni á rygginum. Í Íslandi eru nøkur av virknastu gosfjøllum í heiminum. Í Íslandi eru fleiri enn 30 virkin gosfjøll, og síðan landnámið hevur eldgos verið í miðal fimta hvørt ár. Eldgosini eru í beinari linju úr Norðuratlantsrygginum, sum gongur í landnyrðing ígjøgnum Ísland. Yngstu grótsløgini eru mitt í landinum, og tey elstu eystan fyri og vestan fyri gosfjøllini. Har eldgosini eru í Íslandi, kemur jarðarhitin upp. Rundan um tær heitu keldurnar eru øki, sum ikki eru so heit. Har eru teir heitu svimjihyljarnir. Jarðarhitin er íslendingum til stórt gagn. Teir brúka hann at hita sethús og vakstrarhús við og til serídnað. 86 % av íbúðunum í Íslandi eru hitaðar við jarðarhita. Jólaskipið. Jólaskipið er skipið Sauternes, sum sakk til botns í Fugloyarfirði 7. desember 1941. Manning. Sí eisini: SS Westerbeek Kirkjubøur. Kirkjubøur er ein bygd í Streymoy. Umleið 76 fólk búgva í Kirkjubø. Kirkjubøur er millum elstu bygdir í Føroyum og er ein hin søguríkasta. Bygdin var í miðøldini, við sínum bispasæti, miðdepil fyri átrúnaðarliga og mentanarliga virkseminum í landinum. Umstøðurnar at búgva í Kirkjubø hava verið góðar. Gott rekapláss og góður sólargangur og tí eisini fruktargott. Bygdin hevur onkuntíð verið munandi størri, enn hon er nú, og hevur, har hon liggur mitt í landinum, eisini verið ein hin týdningarmesta føroyska bygdin. Søguligi kongsbóndagarðurin, hin størsti í Føroyum, hevur verið í somu ætt síðani miðskeiðis í 16. øld við sínum sermerktu hugnaligu húsum. Ikki minst aldargomlu stokkastovurnar og roykstovan. Kendasta fornminni føroyinga er gamli dómkirkjumúrurin í Kirkjubø, St. Magnus Katedralurin ið helst ongantíð varð bygdur liðugur. Í Kirkwall í Orknoyum er ein St. Magnus Katedralur, vígdur sama halgimenni. Kortini er verandi sóknarkirkjan enn eldri, og er elsta kirkja í landinum. Saman við Velbastað gjørdist Kirkjubøur partur av høvuðsstaðarkommununi 1. januar í 2005. Kirkjubøur er ein av elstu bygdunum í landinum og í avgomlum døgym tykist hon at hava verið ein stór bygd við stórum, sløttum bø, ið gekk langt út. Men sum árini hava liðið, hevur havið máað seg longur og longur inn, brimið og streymurin hava etið petti eftir petti burtur av landinum. Tí er Kirkjubøur í dag ein lítil bygd. Men Kirkjubøur er ein hin søguríkasta bygdin í oyggjunum, og haðani hava vit m.a. søgina um Gæsu (Æsu). Søgnin um Bardagan í Mannafalsdali verður vanliga hildin at vera um byggingina av Kirkjubømúrinum.
 Múrurin í Kirkjubø er eitt av mætastu fornminnum í Føroyum. Í miðøld var Kirkjubøur kirkju- og mentanarmiðdepil føroyinga. Søga. Kirkjubøur var høvuðsstaður í Føroyum til siðabótatíðina. Okkurt um miðjuna á elliftu øld vóru Føroyar gjørdar eitt bispadømi, og bispurin, sum oyggjunum stýrdi, hevði setur sítt í Kirkjubø. Og biskuparnir, ið har búðu, høvdu hug at byggja. Úti á líkhúsi kalla tey tann staðin, har sum hinar elstu leivdirnar av kirkjubyggingi enn eru at síggja. Nú stendur eftir bert eitt sindur av einum horni av hesi nevndu kirkju; bakkin er burtur mataður, so alt hitt er farið út á sjógv. Her við bispasetrið í Kirkjubø var ein skúli, sum ungir menn gingu í fyri at fáa prestalærdóm; prestarnir í Føroyum vóru vandir upp í hesum føroyska prestaskúlanum; eisini kann tað vera, at sumir av teimum, ið her lærdu, fingu embæti í Noregi. Vist er tað, at m.a. Sverri, sum seinri var kongur í Noregi, gekk í skúla í Kirkjubø í tíðini um 1160-1170, og at hann har fekk allan tann lærdóm, sum hevur gjørt hann tiltiknan millum konga. Vitjanarverd støð. a>, sum var biskupur í Føroyum frá 1269-1305. a>, er elsta kirkja í landinum, sum er í brúki. Kirkjubøur, sum nú er lítil bygd, var í miðøld týdningarmesa pláss í Føroyum. Eingin bygd eigur so nógv søgulig minni sum hon. Har kunnu vit sígga Múrin, leivdirnar av einari dómkirkju, sum fyri o.u. 700 árum síðani var bygd har av føroyskum gróti. Kálkið, sum er brent úr føroyskum skelsandi, og sum kallast skilp, heldur væl enn. Múrurin er prýddur við høgdum grótmyndum, og inn í veggin er settur ein myndskrýddur steinur, sum á innaru síðuni í einum lítlum rúmi goymir ymsar halgilutir, soleiðis sum tá var siður skuldi vera í einari dómkirkju. Eldri enn Múrurin sigst kirkjan at vera; í henni vóru skurðmyndir av apostlunum, Ólavi kongi Halga, o.ø, men tær eru latnar úr Føroyum og eru nú í Keypmannahavn. Gomul er eisini roykstovan í bóndahúsunum; hon er úr stokkaviði og man vera elligomul. Føst í henni vóru áður eini stokkahús; tey tóku niður av kavaomanlopi, men sumt er uppsett aftur soleiðis, sum tað var áður. Frá gamlari tíð eru eisini stóru kjallarnir undir bóndahúsunum. Í katólskari tíð búðu bisparnir í Kirkjubø, har var prestaskúla, og har vaks Sverri Sjúrðarson upp, hann, sum seinni varð kongur í Noregi. Hjá bispinum Róa lærdi hann til prest. Søgnin sigur, at hann varð føddur í Kirkjubø, og oman fyri bøgarðarnar er Sverrahola, har sum móðir hansara skuldi krógva hann. Fornminnini í Kirkjubø. Í Kirkjubø er einasta staðið í landinum, har fornminnini eru so stórfingin og av slíkum monumentalum slagi, at til ber at ferðast beinleiðis í einum fornminnaumhvørvi. Búskapur. Í Kirkjubø er størsti bóndagarður í Føroyum; áður var hann 52 merkur, men nú er hann festur sundur í smærri festi. Bøurin er fruktagóður og slættur. Úti fyri Kirkjubø er Kirkjubøhólmur, har eiga nógvar æður. Út fyri lendingini í Kirkjubø er Suggan, hon er av bestu rekaplássum. Sunnan fyri hana er Brandansvík, og aftur sunnari var áður ein bygd, sum nevndist Úti á Bø. Hvalba. Hvalba er ein bygd í Suðuroy og Hvalbiar kommuna, ið eisini fevnir um bygdirnar Sandvík og Nes-Hvalba. Oyggin Lítla Dímun hoyrir eisini til sóknina í Hvalba og Sandvík. Hvalba liggur norðantil á Suðuroynni. Eitt eykenni fyri Hvalba er at tað eru atkomumøguleikar sjóvegis bæði eystan- og vestantil. Á vestursíðuni er tað Fiskieiði ella Hvalbiareiði. Her varð gjørt eitt stórt arbeiði fyrst í 20. øld fyri at bøta um atkomumøguleikarnar. Á eystursíðuni eru tríggjar keiðir. Tveir smábátahylar og ein hylur til skipini, sum hoyra heima í Hvalba. Fornfrøði. Lendið, ið nevnt verður "á Bønhúsfløtu", liggur uttanfyri býlingin í Nesi í Hvalba. Lendið liggur niðan frá bakkanum, vestur frá Fleksá. Nýggja skrásetingin hjá Føroya Fornminnissavni hevur víst, at tað á Bønhúsfløtu finnast nógv fleiri fornar bústaðaleivdir enn bert tað, ið hildið var at vera eitt bønhús, soleiðis sum søgur hava gingið frá. Í 1905 varð lendið, ið lá uttangarðs, lagt inn til eina trøð. Garðar vórðu laðaðir bæði niðan við Fleksá, eystan fyri Fløtuna og niðan við einum áarløki í einum gili fyri vestan. Sethúsini, har fólk settust á trøðna, standa enn uppi ovarlaga í lendinum. Hildið varð, at henda fløtan, sum tá lá í haga, var nakað fyri seg, eins og mannahond hevði verið á. Tað hevur leingi verið Føroya Fornminnissavni greitt, at sjónligar bústaðaleivdir eru niðast á bakkanum á Bønhúsfløtu í Nesi. Tó, nú tykist havið av álvara at máa bakkan, og tí eru hesar leivdir rættiliga hóttar. Á vári 2008 boðaði eigarin av Bønhúsfløtuni Fornminnissavninum frá, at tað í februar 2008 hevði verið nógvur landnyrðingsuppgangur - hegn og ein gomul smoga, var farið og slættað niður. Nú stóð bakkin manshøgur frá mølini upp á svørðin. Eisini varð sagt, at ymist var at síggja í bakkanum, ið helst mundi vera gjørt av mannahond, umframt tað, at har var eitt hol inn í bakkan, einar 1,5 m. undir svørðinum, ið var fylt við fliðum og onkrum beinum. Tað var serliga tann innari parturin av bakkanum, har líkt var til, at eitthvørt fjaldi seg undir svørðinum, og sum kundi vera ein toft, ið mest var máað burtur av. Landafrøði. Hvalba er næstnorðasta bygd í Suðuroynni. Tunlar. Bygdin er bundin saman við grannabygdunum Trongisvág fyri sunnan og Sandvík fyri norðan við tveimum tunlum. Hvalbiartunnilin, sum er millum Trongisvág og Hvalba er Føroya elsti tunnil, hann var gjørdur í 1963 og er beint við kolanámini. Sandvíkstunnilin er á norðara armi av Hvalbiarfirði, eystanfyri Hvalbiarbygd. Tunnilin varð tikin í brúk í 1970. Seinastu árini hevur talið av ferðafólki, sum ferðast til Hvalbiar, verið økjandi, og fleiri nýggir ferðavinnuveitarar eru eisini komnir í Hvalba, eitt nú innan síging. Í Hvalba er enn eitt ávíst virksemi í einum av kolanámunum har, og tað er rættiliga væl dámt hjá ferðafólki. Tó er trongi hvalbiartunnilin ein avmarking, tí stórir ferðamannabussar kunnu ikki koyra ígjøgnum tunnilin. Norðbergseiði. Norðara eiði í Hvalba eitur Norðbergseiði. Tað er vakurt náttúruøkið, sum m.a. verður vitjað av ferðafólki, bæði av føroyingum og útlendingum. Í 2009 byrjaði ein bólkur av hvalbingum at bjóða síging á Norðbergseiðinum sum ferðavinnumál. Tað var væl eyndað og í 2010 vóru tað uppaftur fleiri, ið royndu at síga á Norðbergseiðinum enn tað vóru árið fyri. Norðanfyri sjálvt eiði er bergið Norðberg, sum eiði eitur eftir. Eitt hol er í helluni á Norðbergseiðinum, har er stik sett rundanum, so fólk ikki detta niður í tað. Havið sæst niður gjøgnum holið. Niðri á helluni á Norðbergseiðinum er sermerkt stabbagrót. Fiskieiði. Í Hvalba er tvírøtt. Har er lendandi bæði fyri eystan og fyri vestan. Lendingin fyri vestan sæst á frímerkinum og eitur Fiskieiði, eisini rópt Hvalbiareiði. Hon var sera trupul at nýta, tí har er bratt og høgt oman á sjógv, men tíðliga í 20. øld var gjørt eitt stórt arbeiði har, so lendingarviðurskiftini gjørdust rættiliga góð. Hetta var í teirri tíðini, tá ið árabátar vórðu nýttir. Seinri eru fiskiførini vorðin størri, hava fingið motor og sigla skjótari, so nýtslan av Fiskieiðinum sum lending er fallin burtur. Tó verður lendingin á Fiskieiðinum nú brúkt til stuttleika túrar og til ferðavinnu. Túrar verða gjørdir fyri ferðafólk, bæði føroyingar og útlendingar. Kolanám í Hvalba. Suðuroy er einasta oyggj í Føroyum sum hevur havt kolaframleiðslu. Hildið verður við vissu, at kolasøgan í Suðuroynni í hvussu so er byrjaði í 1770'unum, um ikki fyrr. Kolanám (kolaminur) og framleiðsla hevur verið í Hvalba, í Rangabotni í Trongisvági og í Fámjin. Hvalba er einasta stað í Føroyum, har tað enn er kolaframleiðsla. Seinasta kolanámið, sum var sunnanfyri tunnilsmunnan Hvalbiar megin læt aftur í 2009. Í 2009-10 byrjaði so arbeiði uppá at gera eitt nýtt kolanám á fjallinum norðanvert tunnilsmunnan. Gamla kolanámið var umleið 30 ára gamalt og er nú í so ringum standi, at tað ikki kann brúkast til ferðavinnu longur, tað var annars sera vælumtókt at vísa fram til skúlaflokkar og bólkar av ferðafólki. Men ætlanin er at brúka tað nýggja námið til ferðavinnu eisini. Ítróttur. Ítrótturin í Hvalba hevur altíð veri nógvur. Bóltfelagið Royn. Hvalba hevur eitt virki bóltfelag, sum eitur Royn. Bóltfelagið Royn er sentrali parturin um stóran part av ítróttarlívið í bygdini og um mentunarlívið annars. Felagið varð stovnað 23. oktober í 1923. Í 2010 spældi Royn í 3. deild. Teir gjørdust nummar 3, men ryktu upp í 2. deild, av tí at felagið sum gjørdist nummar tvey longu hevði eitt lið í 2. deild frammanundan. Royn hevur eisini lið í fleiri av barnadeildunum. Felagið hevur fyrr samstarvað við onnur feløg í oynni, og í 2010 var dreingjaliðið felags við TB. Dreinjaliðið TB/Royn vann silvur í 2010. Smádreingirnir hjá Royn vunnu silvur í 2009. Búskapur. Í Hvalba eru nógvar størri og smærri fyritøkur. Hvalba er eisini kent fyri sín kolagrevstur. Í nógv ár hevur tað verið full gongd á kolagrevstrinum í Hvalba og framvegis í dag eru tað menn, sum arbeiða á kolinum. 1. januar. 1. januar er dagur 1 í árinum í gregorianska kalendaranum. 364 dagar eru eftir av árinum (365 dagar um skotár er). 1. januar verður vanliga róptur nýggjársdagur. 2. januar. 2. januar er dagur 2 í árinum í gregorianska kalendaranum. 363 dagar eru eftir av árinum (364 dagar um skotár er). 2005. 2005 (MMV) var eitt vanligt ár, eftir tí gregorianska kalendaranum var fyrsti dagurin ein leygardagur. Árið er 2005. ár eftir Krist, fimta ár í triðja ártúsund, fimta árið í 21. øld og 5 árið í 2000-árunum. Løgting. Løgtingið er hægsti politiski myndugleiki í Føroyum. Løgtingið viðtekur lógir um, hvussu samfelagsviðurskiftini í Føroyum skulu verða skipað. Á løgtingi sita fólk, ið vald eru av øllum teimum, sum hava valrætt í Føroyum, og sum hava verið á vali. Vanliga er val til løgtingið fjórðahvørt ár. Eitt valskeið er fýra ár. Tað merkir, at løgtingslimur er valdur fyri fýra ár í senn. Tó kunnu løgtingið og løgmaður samtykkja, at val skal vera, áðrenn eitt fýra ára valskeið er runnið. Føroya løgting hevur røtur heilt aftur til landnámstíðina umleið 825 og er við tí lóggávuvaldi, sum løgtingið fekk við heimastýrislógini 1948, sostatt eitt hitt elsta lóggávuting í heiminum. Søga. Upprunaliga var tingið eitt alting, sum bæði hevði dómsvald og lóggávuvald. Útinnandi vald var einki í landinum. Tað var tí ættin, ið setti eitt nú dómar altingsins í verk. Eftir at Føroyar umleið 1035 gjørdust norskt skattland, minkaði vald altingsins. Altingið gjørdist í 1300-1400-talinum til eitt løgting, hvørs høvuðsuppgáva var at vera dómsvald. Løgmaður, sum tingformaðurin nevndist, varð nú tilnevndur av kongi, og løgrættumenn, sum tingmenn nevndust, vórðu tilnevndir av kongsins umboðsmanni í Føroyum. Um 1380 komu Føroyar saman við Noregi undir Danmark, men oyggjarnar høvdu tó eina serstøðu sum gamalt norskt land. Hóast hesa gongd varðveitti Føroya løgting ávirkan á lóggávu og landsins stýri fram til tíðarskeiðið við einaveldi, sum byrjar frá umleið 1660, tá myndugleiki løgtingsins av álvara tók at vikna. Henda gongd endaði við, at aldagamla Løgtingið varð avtikið við kongligari fyriskipan í 1816, samstundis sum dómsvald Løgtingsins varð lagt til aðrar stovnar, eitt nú Føroya rætt. Tá ið Danmark 1849 fekk frælsa grundlóg, komu Føroyar undir hesa lóg, og gjørdi hon sostatt enda á tí serstøðu, Føroyar høvdu havt fyrst í norska ríkinum og seinni í danska. Við grundlógini gjørdust Føroyar formliga ein partur av danska ríkinum. Í Føroyum vóru mong, sum vildu hava Løgtingið endurreist, eitt nú fyri at amtmaðurin ikki einsamallur skuldi ráðgeva donskum myndugleikum við lóggávu fyri Føroyar. Tann, ið stríddist sum mest fyri hesum og sum heild fyri at vinna føroyingum frælsari politiskar ræsur, var Niels Winther Føroya løgting 150 ár. Frímerki frá 2002 Tann 26. mars 1852 kom ríkisdagslógin um, at Føroya løgting skuldi setast aftur á stovn. Tingið fekk tó ikki lóggávuvald, men var í roynd og veru bert eitt amtsráð. Men hóast endurreista løgtingið hevði lítlan politiskan myndugleika, so fekk tað sum frá leið týdning bæði sum umboðan mótvegis stjórnini og sum eitt forum, har politiskt áhugaðir føroyingar kundu vinna sær politiskar royndir. Endurstovnaða løgtingið helt eftir fornum siði sín fyrsta tingfund ólavsøkudag 1852, eftir at tingmenn frammanundan høvdu verið til gudstænastu í Havnar kirkju. Løgtingið og tess myndugleiki eru munandi broytt frá 1852 til í dag. Á endurreista løgtinginum var amtmaðurin tingformaður, men í 1923 varð skipanin broytt soleiðis, at løgtingsformaðurin varð valdur av tingmonnum. Í 1935 fekk løgtingið heimild at krevja inn løgtingsskatt, og undir seinna heimsbardaga virkaði Løgtingið í roynd og veru sum ein lóggevandi stovnur. Tá seinni heimsbardagi endaði 1945, var sjálvsstýrisrákið so sterkt, at eingin vildi venda aftur til amtsstøðuna, ið hevði verið galdandi, til kríggið brast á, og Føroyar vórðu hersettar. Eftir drúgvar samráðingar millum Føroyar og Danmark og eftir eina fólkaatkvøðu, har ein lítil meiriluti var fyri loysing, var heimastýrislógin sett í gildi hin 1. apríl 1948. Við hesi lóg fekk Føroya løgting lóggávuvald á ávísum lóggávuøkjum. Við nýggjari stýrisskipanarlóg frá 1995 var parlamentarisman knæsett sum politisk meginregla, eins og tingið við hesi lóg gjørdist meira líkt øðrum lóggávutingum í Norðurlondum. At skipa løgtingið. Arbeiðið hjá Løgtinginum er at gera lógir. Fjórða hvørt ár verður løgtingsval, Til 2007 sótu millum 27 og 32 umboð á Løgtingi, men við broytingini til 1 valdømi í 2008 er tingmannatalið fast 33. Okkara politiska skipan byggir á politiskar flokkar. Hvør politiskur flokkur hevur sín egna politikk, sum hann ynskir at fremja á løgtingi. Veljarin velur ein flokk, ella eitt valevni á listanum hjá flokkinum, og atkvøðurnar verða roknaðar til tinglimir eftir at atkvøðurnar eru taldar. Oftani eru fleiri flokkar noydd at semjast og ganga saman at føra ein politikk, tí sjáldan fær ein einstakur flokkur meirilutan í valinum. Tá ið fleiri flokkar semjast um ein politikk, eitur tað ein samgonga. Løgtingið er gjørt av nevndum og formansskapi, og í Føroyum eru 7 fastar nevndir: Fíggjarnevndin, Uttanlandsnevndin, Landsstýrismálanevndin, Vinnunevndin, Trivnaðarnevndin, Mentanarnevndin og Rættarnevndin. Hesi nevndini skulu veita og geva Landsstýrið og Løgtingið tilmæli í málum. Í Løgtinginum eru 45 fastir nevndarsessir, so tað merkir, at tá bert 32 løgtingslimir eru, kemur onkur at sita í minst tveimum nevndum. Møguligt er at skipa fleiri nevndir, sum geva tilmæli í ávísum málum, um tað er neyðugt. Tó mugu hesar nevndini bert sita til teirra mál er liðugt, og ikki longri enn til tingsetan endar. Tá ið lógir verða gjørdar, syrgir Landsstýrið fyri, at lógirnar verða útinnað og at lógirnar rigga í gerð. Løgmaður tilnevnir landsstýrismenninar, og hevur eftirlit við arbeiðinum hjá Landsstýrinum. Hóast Løgtingið hevur valdið, syrgja fakfeløg fyri so góðum korum fyri teirra limir sum møguligt. Tað er í málum sum løn, arbeiðsumstøður, eftirløn o.s.fr. Um lógir skulu gerast, og lógirnar ávirka økini hjá limirnir, kunnu fakfeløg ummæla lógini og hjálpa til við at smíða lógaruppskotið áðrenn tað verður lagt fyri tingið. Á tann háttin kann man siga, at fakfeløg eru við til at ávirka politiskar avgerðir. Eisini sæst áhugabólkar og áhugafeløg sum eisini ávirka politiskar avgerðir og fylgja væl við í politikki. Ein ‘lobbyist’ er ein ið er við í ein áhugabólk, og royna at ávirka politikarar ella koma við hugskot. Floksbýtið á løgtingi 2004 - 2008. Á løgtingsvalinum 20. januar 2004 vóru 31.788 fólk á vali, hetta er ein valluttøka uppá 92,3%. 4. januar. 4. januar er dagur 4 í árinum í gregorianska kalendaranum. 361 dagar eru eftir av árinum (362 dagar um skotár er). Eiðis kommuna. Eiðis kommuna, kommuna norðast á vestursíðuni á Eysturoynni í Føroyum. Eiðis kommuna umfatar tríggjar bygdir: Eiði, Ljósá og Svínáir. Ljósá og Svínáir eru smáar bygdir, meðan Eiði er stór bygd. Í kommununi búgva 715 fólk pr.(jan. 2018). * Atlantic Airways. Jóhanna á Bergi gjørdist stjóri í 2015. Atlantic Airways (føroyskt; Atlantsflog) varð stovnað tann 10. november 1987 og fleyg sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmark 28. mars í 1988. Atlantic Airways varð stovnað til tess at menna føroyska flogvinnu og flogferðslu. Stjórin í Atlantic Airways er Jørgen Holme. Skrivstovan hjá Atlantic Airways liggur á flogvøllinum í Vágum og á Kastrup Flogvølli í Keypmannahavn. Búmerkið hjá Atlantic Airways er ein súla - hetta er ikki tað einasta búmerkið, Atlantic Airways hevur havt. Áðrenn var tað 2 A í føroyskum flagglitum, sum vóru samantvinnað. Starvsfólkaliðið taldi í 2012 168 ársverk, flogførini eru fýra og tyrlurnar tríggjar í tali hjá felagnum.Til samanberingar, so vóru í fyrsta ársfjórðing í 2008 204 fulltíðar starvsfólk hjá Atlantic Airways, og hevði felagið 7 flogfør og 3 tyrlur. Felagið rekur størsta arbeiðsplássið í Vágum og telist eisini millum tey størstu í Føroyum. Flotin. Airbus A319-115 hjá Atlantic Airways Heiður. Trý flogfeløg vórðu heiðrað sum ársins flogfelag í Evropa við ávikavist gullmerki, silvurmerki og bronsumerki á aðalfundinum hjá European Regions Airline Association í Dublin hin 21. september 2012. Atlantic Airways fekk bronsu. Magni Arge, stjóri, fekk vegna Atlantic Airways handað "Airline of the Year-heiðursmerki" fyri á slóðbrótandi hátt at hava tikið nýggja navigatiónstøkni í nýtslu og hava prógvað sínar dygdir sum felag og sítt virði fyri Føroyar. Pink Floyd. 1973Pink Floyd er ein tónleikabólkur. Pink Floyd varð stovnaður í 1964 og gjørdist skjótt kendur fyri tað serliga slagið av psykedeliskum rokktónleiki. Pink Floyd hevur higartil selt fleiri enn 300 milliónir plátur. Richard Wright (føddur 28. juli 1943 - deyður 15. september 2008) var ein av teimum, sum mitt í sekstiárunum stovnaðu Pink Floyd. Súgdjór. Súgdjór (frøðiheiti - "Mammalia") er ein bólkur av djórum, sum er sermerktur við, at kvenndjórini kunnu framleiða mjólk til ungar sínar. Eitt annað eyðkenni er, at súgdjór føða livandi ungar, øvugt egg. Øll súgdjór hava hár ella feld, hava heitt blóð og støðugan kropshita, og ungarnir súgva mjólk frá mammuni. Kvennsúgdjórið gevur bestu javnvágina av fiti og eggjahvíta, so ungarnir búnast skjótt. Menniskjað er bara eitt av umleið 4000 hugtakandi súgdjóra-sløgunum á jørðini. Menniskjað hoyrir upp í súgdjórabólkin, vit nevna primatar. Aðrir primatar eru apur og mannapur, og teimum líkjast vit mest. Súgdjór hava øll møgulig skap og allar støddir, men tey, ið líkjast mest, verða roknað upp í sama bólk ella hóp. Í hvørjum hópi eru ymiskar slektir ella sløg. Tað eru 21 ymiskir súgdjórabólkar og eini 4000 ymisk sløg. Flestu súgdjór hava lívmóður. Ungarnir búnast í lívmóðurini inni í mammuni. Summi súgdjór verða nevnd pungdýr - hesir ungarnir verða lagdir óbúnir og vaksa í einum húðarfaldi á búkinum á mammuni. Minsti bólkurin er nevdýrini, og tey og mýriigulin eru einastu súgdjór, har ungarnir verða klaktir úr eggi. Størsti súgdjórabólkurin er gnagdýrini, 1702 sløg. Afrikanski fílurin er størsta súgdjór á landi. Súgdjór eru næstan allastaðni - í ísoyðimørkum, í kuldaøkjum, í turrastu og heitastu oyðimørkum. Flestu eru á landi, onnur halda til í sjógvi. Øll eru væl lagað til umhvørvið, tey liva í. Mong súgdjór halda til niðri í moldini, í holum ella gongum. Her leggja tey ungarnar, og her krógva tey seg. Tey flestu mugu fara úr holuni at finna sær føði ella vatn, men summi, til dømis moldvørpan, eru holubúgvar burturav og koma sjáldan upp úr holuni. Mong súgdjór halda til í áum og áarstreymum, stórum vøtnum og mýrlendum. Men hóast tey eru sum skapt at liva í vatni, so mugu tey tíðum upp at anda. Havsins strendur eru heim hjá mongum súgdjórum. Summi eru ein part av tíðini í sjónum og ein part á landi, tá ið tey leggja og ansa eftir hvølpunum. Onnur eru alla tíðina í sjónum. Hvalir eru einastu súgdjór, sum eru í sjónum burturav. Summi súgdjór halda saman í bólkum, tí tá er lættari at veiða sær føði og at verja seg. Samanbornir við onnur djór, eru súgdjóraungar longur bundnir at teim vaksnu. Súgdjór eta alt møguligt. Tey eta fyri at fáa orku - á sama hátt sum ein bilur má hava brennievni. Hjá villini súgdjórum ræður um at veiða sær nóg mikið til matna. Øll súgdjór hava evni at verja seg, verða tey álopin. Og tá samanum kemur, so vilja øll sleppa undan at verða etin ella fáa mein. Summi kúvenda og flýggja undan. Onnur ørkymla fíggindan á ymsan hátt. Súgdjór hava sterkan kropp, tí tey eru ryggdjór, hava beinagrind. Steinrenningar prógva, at súgdjór hava livað á jørðini í eini 200 mió. ár. Mong súgdjór eru í stórum vanda at verða avoydd. Jørgen Frantz Hammershaimb. Jørgen Frantz Hammershaimb (6. juli 1767 - 24. mai 1820) var seytjandi og seinasti løgmaður á Steigagarði í Sandavági. Hann er faðir Venceslaus Ulricus Hammershaimbs. Víkingaøld í Føroyum. Víkingatíðin í Føroyum vardi frá at Grímur Kamban búsetti seg í Føroyum árið 825 og til Tróndur í Gøtu doyði í 1035 sum landsins seinasti víkingahøvdingi. Tann størsta hendingin í hesum tíðarskeiðnum var at Føroyar vóru kristnaðar av Sigmundi í ár 999. Kristindómurin byrjaði endan til víkingaøldina. Brendan. Sankta Brendan (* umleið 489, † umleið 580) So tíðliga sum í 6.-7. øld sigldu frómir írskir menn í skinnbátum, curragh, víða um høvini við bretsku oyggjarnar, og komu langt til havs til fjarlagdar oyggjar. Endamálið var millum annað støð, har teir í friði og einsemi kundu liva fyri sína kristnu trúgv. Tiltikin er Sankta Brandan, ið ferðaðist í samfull níggju ár um høvini og kanska kom so langt sum til Amerika. Søgumenn hava sum vera mann verið ójavnir á máli um, hvussu hendan halgisøga skuldi tulkast. Summir vilja vera við, at Brandan kom bæði til Føroya og Íslands, kanska eisini til Grønlands og Amerika, teir flestu munnu ivast í, um nakað grundarlag er fyri slíkari giting - bretsku oyggjarnar eru mangar. Írski søgugranskarin og sjómaðurin Tim Severin, var millum teirra, ið helt, at søgan um Brandan var meira enn vanlig hugfloygd miðaldarlig søga, full av undurverkum og ótrúligum tilburðum. Har mundi vera ein kjarni av sannleika, ið gjørdi tað sannlíkt, at írar høvdu verið í Amerika 1000 ár undan Kolumbus og 400 ár undan Leivi Hepna. Til tess at prógva, at ein slík ferð yvir Atlantshav veruliga kundi gerast við opnum skinnbáti, helt hann í 1976 av stað saman við fýra monnum á einum fari, ið var smíðað nágreiniliga sum tey høvdu verið gjørd fyri 1500 árum síðan. Á leiðini løgdu teir inn í Føroyum, har Severin helt, at "Seyðaoyggin" og "Fuglaparadísið" mundu vera. Ein av manningini var føroyingur, Tróndur Patursson, listamaður úr Kirkjubø. Um veturin varð steðgað í Íslandi, og várið eftir varð hildið fram vestureftir. Hetta var tann hættisligasti parturin av túrinum, teir komu í illveður og ís. Men eftir at hava verið 50 samdøgur á sjónum og siglt ein tein uppá 3.500 fjórðingar um Atlantshav, nomu teir land í Nýfundlandi. Kelda. Brendan, Sankta Jólafundurin 1888. 3.20 kr frímerki - Tekning av fólkafundi í Reynsmúlalág í 1908 eftir William Heinesen. bjóðast at koma í tinghúsið annan jóladag kl. 3 e.m., har. sum vit atla, at samráðast um at verja Förja mál og Förja siðir. E. D. Bærentsen. H. N. Jacobsen. D. Isaksen. S. F. Samuelsen. R. C. Effersø. Jens Olsen. Just Jacobsen. C. L. Johannesen. J. Padurson. Við hesi innbjóðing, ið 9 vælkendir føroyingar skrivaðu undir, byrjaði eitt nýtt tíðarskeið í søgu Føroya fólks - tá byrjaði tjóðskaparrørslan av álvara. Hetta var ein illveðursdag, regn og vindur, tøssut at ganga, men kortini fór maður av húsi niðan í tinghúsið. Fundurin vardi í tríggjar tímar, har drúgvar røður vóru hildnar um øll tjóðskaparlig viðurskiftið; serliga var dentur lagdur á málið í skúlum og kirkjum. Umframt røður, vóru føroyskir sangir sungnir, millum annað læs Rasmus Effersøe yrkingina "Málstrev (Nú er tann stundin)," ið tann ungi bóndin úr Kirkjubø, Jóannes Patursson, hevði yrkt til høvið. Stovnanin af Føroyingafelag. Sostatt varð tjóðskaparhugsjónin longu tá rúmkað til sjálvstýrishugsjónina. Frímerki. Bárður Jákupsson hevur sniða frímerkjuni høgrumegin ið avmynda teir 9 ið sendu inbjóðingina til Jólafundin út í 1888. Merkið. Føroyska flaggið verður kallað Merkið. Merkið er føroyska flaggið. Merkið, tann 25. apríl 1940 varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga av bretska hersetingarvaldinum. Flaggið er ein týðandi partur av tí føroyska samleikanum. Ítróttafólk bera við stoltleika Merkið á bringuni, tá ið tey umboða Føroyar. Merkið verður vundið á stong, tá ið føroysk skip koma í fremmanda havn. Og undir krígnum, tá ið okkara sjófólk sigldu vandasjógvar, veittraði Merkið í mastrartoppinum. Tann hvíti dúkurin við reyða krossinum og bláu rondini minnir okkum á søgu og mentan okkara. Samstundis er Merkið okkara tjóðarbúmerki, og hevur tí ein týðandi leiklut í bæði okkara samleika og samfelagi. Fleiri tykkara minnast tíðina áðrenn Merkið varð viðurkent. Og tit minnast tað stríð, ið skuldi til, áðrenn føroyingar kundu savnast um Merkið. Eftir 21 ára stríð og harða mótstøðu móti tí, bæði úr Danmark og innanhýsis í Føroyum, varð Merkið viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga í bardagaárunum. Søga. Eins og alt annað, so hevur eisini føroyska Merkið sína søgu. Merkið varð á fyrsta sinni borið fram av føroysku studentunum Emil Joensen,Jens Olivur Lisberg, Janusi Øssurssyni og Paula Dahl í Keypmannahavn longu í juni 1919, og longu tíðliga í 1920-árunum vóru fólk farin at flagga við tí. Hetta vant rættiliga upp á seg eftir 1930, men loyvt var tað ikki, og eitt flaggstríð tók seg upp í Løgtinginum og millum føroyingar og donsku myndugleikarnar. Tað vóru serliga sjómenninir, ið førdu hetta stríð. Longu 9. apríl 1940, sama dag sum Danmark varð hersett av Týsklandi undir seinna heimsbardaga, byrjaði sluppin Eysturoyggin at flagga við Merkinum. Hetta tí at danska flaggið ikki kundi brúkast, meðan Danmark var hersett av Týsklandi. Boðini frá bretska hersetingarvaldinum 25. apríl 1940 vóru fyrsta almenna viðurkenningin av, at føroyingar høvdu sítt egna tjóðarmerki. Nú kundu føroyskir sjómenn sigla øll heimsins høv undir egnum tjóðareyðkenni. Seinnapartin 13. apríl 1940 komu tveir vápnaðir trolarar og krússarin "Suffolk" á Havnarvág og eitt herlið frá Royal Marines var sett á land. Bretska hersetanin av Føroyum var byrjað. Føroyingar tóku móti bretsku herdeildunum sum vinir, og viðurskiftini við hersetingarvaldið vóru yvirhøvur góð tey 5 krígsárini. Løgtingið mótmælti tó bretsku hersetingini av Føroyum, men mótmælið var bara ímyndarligt. Á føroyskum leiðum sigldu nógvir týskir kavbátar og frá støðum í Noregi sveimaðu nógv týsk bumbuflogfør, ið gjørdu álop á skipafylgi hjá teimum sameindu vesturi í havi. Hugsast kundi, at rættiligt kríggj kom at standa í Norðuratlantshavi. Tí høvdu Føroyar stóran hermálsligan týdning. Bretar bygdu flogvøll við hangari og flogstøð til vatnflogfør, settu loftverjukanónir og aðrar kanónir upp víða hvar og minuløgdu firðirnar. a>. Í juli 1942 varð hon søkt stutt norður úr Kallinum av týskum flogfari, ið kastaði bumbur og skeyt við maskinbyrsum og granatum. Manningin, 8 mans, slapp í bátin og bjargaðist. Havið um Føroyar gjørdist sera vandamikið, men føroyingar, ið eru bundnir at havinum, høvdu einki annað í at velja enn at halda fram við at sigla. Trot var á fiski í Bretlandi, og føroysk fiskiskip tóku upp eina lønandi sigling við ísfiski úr Íslandi á bretska marknaðin. Bretska hersetingarvaldið kravdi nú, at øll føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi og at føroyskt flagg og orðini "Faroes" og "Føroyar" skuldu verða málað á skipsíðurnar. Kríggið var Føroyum dýrt. Skip, ið fiskaðu ella sigldu við fiski til bretskar havnarbýir, vórðu minusprongd, torpederað ella søkt av kavbátum, onnur vórðu álopin av flogførum, ið kastaðu bumbur og skutu við maskinbyrsum. 1/3 av føroyska fiskiflotanum fór til havsins botn og 150 mans í bestu árum doyði. Hetta var meira enn ½ av fólkinum. Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum føroyskur flaggdagur. Tá hava skúlabørnini frí og flaggdagshald er víða hvar um bygdir og býir. Sum vera man leita tankarnir tá til teirra, ið fullu í krígnum. Í sambandi við, at heimastýri varð sett á stovn í 1948, var Merkið endiliga viðurkent av donskum myndugleikum sum tjóðarflagg føroyinga. Sjá, tú blánar. Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð, men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð. Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong, blátt sum loftið, sum brimbrotið skært. Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt, tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt; og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg, síggi brim randa strendur og berg, vit við tær stevna stinnir avstað. Enok Daniel Bærentsen. Enok Daniel Bærentsen (3. januar 1831 - 19. august 1900) var av Sandi búsitandi í Tórshavn. Enok var handilsmaður, blaðmaður og virkin í politikki. Var við til at seta Jólafundin í 1888. William Heinesen. William Heinesen (15. januar 1900 í Tórshavn - 12. mars 1991) er Føroya gitnasta skald. Skaldsøgur hansara, stuttsøgur og yrkingar eru týddar til mong mál. Men hesin gávuríki havnarmaður var ein sera fjølbroyttur listamaður, ið gjørdi vart við seg á fleiri økjum innan sjónleik, tónleik og myndlist. Myndaheimur hansara er ein grein av tí skaldsliga hugflognum – myndevnini koma fyrst av øllum úr sagnunum, ævintýrunum og gudalærunum, eisini úr tí Edens urtagarði, ið á sinni fór í forna. Hesin myndaheimur er kveiktur av náttúrukenslu, sniðfundigum skemti, spei, ramligari og ovfarakátari lívsgleði og livandi ansi fyri tí ornamentala og dekorativa. William Heinesen vaks upp við, og hevði livandi áhuga fyri, tjóðskaparrørsluni, ið m.a. merkti, at áhugin vaks fyri fólksins mentan – málinum, dansinum, kvæðunum og sagnunum. Og fyri teirri føroysku náttúruni. Í einum anda, ið kann samanberast við Bauer og Arosenius í Svøríki – Kittelsen og Werenskjold í Noregi, gjørdi William Heinesen ein hóp av bókamyndum við evnum úr sagnum og ævintýrum. Í pastellmálningum fekk hann fram eftir kríggið og í 1950árunum eitt serstakt gyklandi gandakent huglag. Myndevni frá tilveru teirra fornisku verða margtýdd og glíða uttan at ein varnast tað yvir í satiru – í andlitunum á fittum trøllum kenna vit aftur drøgini frá politikkarum, vinnulívsmonnum og alskins hyklariskum dárarum og forførarum. Í tekningum av monnum og konum úr gomlu Havnini, sum hann mintist hana, kemur eitt serligt góðsligt kæti til sjóndar – somuleiðis hansara sermerkti ansur fyri strikunnar organisku arabesk. Teir stóru veggjamálningarnir í Tórshavnar Kommunuskúla, við evnum úr Sjúrðarkvæðunum, eru eitt gjøgnumbrot til tann dekorativa arkadiska heimin, sum William Heinesen gav seg yvir til síni seinnu ár. Skaldskapurin var komin í fyrstu røð, og umstøður høvdu ikki verið fyri nakrari veruliga samanhangandi myndlistarligari menning, fyrr enn miðskeiðis í 1970árunum, tá ið William fór undir at gera pappírsklipp síni. Eitt 10ára skeið untist honum at klippa. Árini 1976-78 avrikaði hann serliga nógv. Í hesum slóðbrótandi brotamyndum og klippum finnur dekorativa hugflogið støðugt nýggjar leiðir. Hesin gróðrarríki barokki myndaheimur hevur ríkað føroyska list. Ófatiligt, hvat William Heinesen hevur fingið av skafti – tekningar í hópatali, hundraðtals bókapermur til Bókagarð, bókamyndir, plakatir, blaðtekningar, plátuhylki o.m.a. Hann eigur sín part av æruni fyri, at myndlistin mentist her á landi – sum hann dastið av øldini hevur lagt til rættis og stílað fyri, skrivað og ummælt, kveikt og stuðlað. Altíð við tí góða orðinum. Slóðir. Heinesen, William Sverre Patursson. Sverre Patursson livdi frá 22. september 1871 til 10. november 1960. Hann umsetti skaldsøguna Robinson Crusoe til føroyskt í 1914, tað var fyrsta skaldsøga, sum kom út á føroyskum máli. Sverre var sonur Poul Peder Pedersen (Páll Patursson) (1836-93) og Ellen Cathrine Djonesdatter (Elin Dalsgarð) (1840-1934). Giftur 28.januar 1911 í Kirkjubø við Agnes Linnemann, sum var fødd 6. apríl 1890 í Keypmannahavn. Sverre var beiggi Jóannes Patursson og Helenu Patursson. Janus Djurhuus. Janus Djurhuus á føroyskum frímerki frá 1984 Jens Hendrik Oliver Djurhuus, vanliga nevndur Janus, livdi frá 26. februar 1881 til 1. september 1948. Havnframi Hans Andrias Djurhuus var bróðir Janusar. Saman ganga Hans Andrias Djurhuus og Janus Djurhuus undir heitinum Áarstovubrøðurnir. Hann varð borin í heim í Havn í 1881. Hann vísti seg skjótt at vera evnaríkur út yvir tað vanliga, og las longu í realskúlanum grikskt og latín. Sum skilst fekk hann ans fyri móðurmálinum, tá hann í skúlanum hoyrdi ein av sínum floksfeløgum, Jákup Dahl, lesa yrkingina "Nú er tann stundin...", av yrkjaranum og tjóðskaparleiðaranum Jóannes Patursson. Janus tók preliminerprógv í 1897, og fór so til Danmarkar at ganga á studentaskúla. Hann var fyrst í Keypmannahavn, men flutti so til Bornholm, har fyrrverandi lærari hansara, Emil Bruun, var prestur. Janus tók studentsprógv í 1900, og árið eftir kom fyrsta yrking hansara "Blíð er summarnátt á Føroya landi". Í 1911 gjørdist Janus Djurhuus "cand. jur.", og virkaði síðan sum løgfrøðingur í Danmark og í Føroyum. Í 1914 kom fyrsta yrkingasavnið: "Yrkingar". Restina av søguni kenna vit. Fimm yrkingasøvn og ein mongd av umsetingum, m.a. av teimum klassisku griksku yrkjarunum. Størsta verk hansara var umsetingin av Illiaduni eftir Homeros, Janus nevnir verkið Ilionskvæði á føroyskum. Tá Janus Djurhuus doyði í 1948, lógu yvir 200 yrkingar og umsetingar eftir hann. Tær klassisku fornbókmentirnar og kunnleikin til grikst og latín seta dám á poetisku verkini hjá Janusi Djurhuus. Men eisini tjóðskaparromantiska rørslan, tokkin til føroyska málið og kunnleikin til fornnorrønu bókmentirnar hava gjørt hann til hin mest týðandi føroyska yrkjaran – faðir at tí bundna føroyska nútíðarskaldskapinum. Poul F. Joensen. Minnisvarði í Froðba til minnis um Poul F. Joensen, reistur í juni 2007. Poul Frederik Joensen (18. november 1898 - 27. juni 1970) er kendasta skaldið í Suðuroy og eisini ein av mest týðandi skaldum í Føroyum. Hann var ættaður úr Hørg í Sumba, og hann nevndi seg viðhvørt "Hargaskaldið". Poul F. var fólkafloksmaður um ein háls. Hann fór til skips 14 ára gamal og royndi sjólívið í eitt ár. Hann hevði ætlað sær at halda fram við tí, og skuldi fara við Robert Miller í 1914, men foreldur hansara søgdu nei og sendu hann á læraraskúla í Havn í staðin. Tað vísti seg at vera hansara bjarging, tí sama túrin gekk Robert Miller burtur við mann og mús. Poul F. fór so á Læraraskúlan, har hann tók læraraprógv í 1917. Meðan hann búði í Havn, var hann ofta á Færø Amtsbibliotek, sum seinni broytti navn til Føroya Landsbókasavn, og har las hann bókmentir úr øðrum londum. Honum dámdi serliga væl yrkjararnar Robert Burns og Heinrich Heine, og í fyrsta yrkingasavni sínum eru fleiri yrkingar hjá teimum báðum, sum Poul F. hevði týtt leysliga til føroyskt úr donskum. Áðrenn hann gav út fyrsta yrkingasavnið í 1924, fekk hann nakrar yrkingar útgivnar í bløðum og tíðarritum, eitt nú í Tingakrossi og í Varðanum. Hann hevði eisini nakrar barnasøgur við í Barnablaðnum í 1920-árunum, men hesar hevur hann ikki tikið við, tá hann seinni hevur givið út bøkur sínar. Hann hevur eisini yrkt nøkur føroysk kvæði, t.d. um frísarnar í Akrabergi. Hann var lærari í Froðba 1919 til 1927 og í Lopra og á Økrum frá 1947 til 1949. Hann giftist til Froðbiar við Juliu Mortensen og varð búgvandi har alt lívið. Eftir at hava sagt lærarastarvið frá sær, arbeiddi hann sum traðarmaður og verkamaður, til hann andaðist í 1970. Útgávur. Afturat hesum er okkurt prentað í øðrum verkum. Eitt nú er minnisyrking hansara um Victor Danielsen prentað í Z. Zachariassen: "Bíblian á føroyskum í hálva øld", bls. 423f. (Leirkerið, Gøta, 2000) (Upprunaliga "14. september" 4. mars 1961) Slóðir úteftir. Joensen, Poul Frederik Joensen, Poul Frederik Christian Matras. Christian Matras (f. 7. desember 1900 í Viðareiði - d. 16. oktober 1988 í Tórshavn) var føroyskur yrkjari og málfrøðingur. Lívsleið. Føddur og uppvaksin á Viðareiði, fór hann ungur til Havnar at ganga í realskúla og haðani til Danmarkar í studentaskúla. Í 1928 gjørdist hann magistari í norrønari málfrøði. Seinni gjørdist hann doktari og professari. Hann flutti aftur til Føroya í 1965 og var leiðari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Matras var virkin á mongum økjum. Umframt at vera nýskapandi yrkjari og framúr góður týðari, var hann málfrøðingurin, ið legði dygga grund undir føroyskt orðabókaarbeiði. Kristjan á Brekkumørk legði mangar týdningarmiklar vísindaligar útgávur til rættis. Keldutilfar. Matras, Christian Jørgen-Frantz Jacobsen. Jørgen-Frantz Jacobsen (29. november 1900 - 24. mars 1938). Jørgen-Frantz Jacobsen úr Tórshavn var cand. mag. í søgu og fronskum frá Keypmannahavnar universiteti. Hann hevði sera stóran áhuga fyri søgu, og skrivaði sum blaðmaður í Keypmannahavn eina røð av kronikkum og greinum, umframt tvær avbera góðar bøkur um Føroya politisku viðurskifti við Norðurlond og Danmark. Longu 21 ára gamal fekk hann tuberklar í lungunum, og drúgv tíðarskeið av sínum stutta lívi var hann bundin at bróstsjúkrahúsum. Jørgen-Frantz Jacobsen hevði bókmentaligar ætlanir, og í 1934 fór hann undir lívsverk sítt - ta søguligu bókina "Barbaru". Skaldsøgan, ið varð skrivað á donskum ("Barba og Harra Pál", føroysk týðing, Christian Matras) og kom út árið eftir deyða hansara, gjørdist brátt víðagitin og varð týdd til mong mál. Jørgen-Frantz náddi ongantíð at skriva endan á søguni, og hesin er tí skrivaður av Williami Heinesen. Teir høvdu tosað saman um, hvussu søgan skuldi enda, og tí er endin væntandi í anda Jørgen-Frantz'. Slóðir úteftir. Jacobsen, Jørgen-Frantz Jens Christian Svabo. Jens Christian Svabo (1746 í Miðvági - doyði 14. februar 1824 í Tórshavn) var ein føroyskur málgranskari og rithøvundur. Føddur í Jansagerði, prestagarðinum í Miðvági. Hann las fyrst hjá pápanum, ið var prestur, og fór so til Havnar at ganga í realskúla, har hann var liðugur í 1765. So fór hann til Keypmannahavnar at lesa náttúrufrøði, men prógv tók hann ongantíð. Danska rentukamarið hevur í 1770-árunum ætlan um at fáa gjølligari upplýsingar um donsku hjálondini í Norðuratlantshavi. Nicolaj Mohr byrjar hetta arbeiðið, men letur arbeiðið frá sær, og so sleppur Svabo at halda fram við uppgávuni. Hann ger ferð til Føroya í 1781-1782 og savnar tilfar til "Indberetninger fra en Reise i Færøe". Hetta stórverkið, ið ivaleyst er hitt besta um Føroyar yvirhøvur. Sámal Joensen-Mikines. Sámal Elias Frederik Joensen-Mikines (23. februar 1906 í Mykinesi - 21. september 1979 í Keypmannahavn) var ein av Føroya størstu listamonnum. Hann varð borin í heim á teirri brimbardu útoynni Mykinesi. Hann tók sær navnið á oynni til eftirnavn. Alt lívið kendi "Mykinesmálarin" - ella Mikines, sum vit plaga at rópa hann - seg tætt knýttan at dramatisku náttúruni á síni føðioyggj og at bygdarfólkinum har. Í 1928 - 1932 fekk Mikines útbúgving sum listamaður á Kunstakademiets Malerskole í Keypmannahavn. Mikines var fyrsti føroyski yrkislistamaður, og av røttum verður havt á orði, at hann er faðir at føroyskari myndlist. Eftir lokna útbúgving vendi Mikines heim aftur til Føroya, og síðan skifti hann ímillum at búgva í Mykinesi, Havn og Keypmannahavn. Føðioynna vitjaði hann at kalla á hvørjum sumri, hann fann myndevni síni har og aðrastaðni í Føroyum. Undantøk frá hesum eru landslagsmálningar, hann málaði á Bornholm og í Bovbjerg í Danmark eitt skifti í 1960-árunum. Ein eyðkendur norrønur ekspressionistiskur tóni er í list Mikinesar. Í tíðarskeiðnum 1933 — 1940 er menniskjalig líðing eitt ástøðiligt myndevni. Tann kensluborni listamaðurin kennir deyðans nánd — trý systkin hansara og faðirin doyggja av tuberklasjúkuni. Hartil kemur, at skipbrot og aðrar vanlukkur á havinum raka næstringar hansara. Havið tekur mangar Mykinesmenn í bestu árum — skyldmenn, grannar og vinmenn og Mikines tekur á seg byrðuna at lýsa líðingina. Í monumentalum komposisjónum við einføldum stórum rørslum og døkkum litum málar hann tey, ið eftir sita, um børuna, eftir jarðarferð, í ervi. Ein drúgv uttanlandsferð í 1937 fekk avgerandi týdning fyri framhaldandi listarligu menning hansara. Ferðin gekk til Bjørgvins, Oslo, Stokkhólmar, Keypmannahavnar, Haag, Amsterdam og París. Íblástur av hesi ferð loysir upp fyri liti og kenslulagi og birtir í eina uppgerð við 1930áranna "deyða-myrkur". Í 1942 tekur Mikines upp ein tátt, ið skuldi gerast hansara lívs avbjóðing: Grindadrápið. Í stórum fýrnum komposisjónum viðger hann hetta dramatiska myndevni, har lívið og deyðin standa í álvarsligum stríði. Hansara ovurhugaða romantiska sinni ger vart við seg í eini langari røð av litríkum variasjónum yvir hetta tema. Eftir kríggið broytist listin hjá Mikines. Ein koloristiskur stílur vellir fram, ið leggur minni dent á ekspressionistiska innihaldið. Frá hesum tíðarskeiði stava mangir landslagsmálningar - serliga úr Mykinesi. Miðskeiðis í 1950'unum melur hann tó aftur á blóðið og tekur upp aftur líðingina og deyðan sum myndevni. Hann skapar tá eina røð av týðandi høvuðsverkum, ið umboða eina hepna samanrenning av ekspressionismuni frá 1930'unum og teirri nýggju kolorismuni. Myndevnini til tey 4 frímerkini í hesi røð eru dømi um hetta. Listasavn Føroya eigur eitt gott úrval av verkum Mikines, tey verða sýnd fram í Listaskálanum alt árið. Slóðir úteftir. Joensen-Mikines, Sámal Sverri Djurhuus. Sverri Djurhuus er føddur 11. juli 1920 í Kollafirði. Slóðir. Djurhuus, Sverri Eivør Pálsdóttir. Eivør Pálsdóttir (fødd 21. juli 1983 í Syðrugøtu) er ein føroysk songkvinna. Hon var "ársins føroyingur 2004". Hon vann "Ársins Songrødd" og saman við Clickhaze vann hon Prix Føroyar. Eitt skifti búði hon í Íslandi, har hon fekk plátusáttmála við 12 Tónar í Íslandi. Hon er ein tann kendasta av føroyskum tónleikarum og framførir ymsa staðni í Evropa. Hon hevur ofta fingið sera góð viðmæli. Hennara fyrsta fløga saman við plátufelagnum 12 Tónum í Íslandi nevnist "Krákan" og kom út í 2003. Eitt tað kendasta lagið er ivaleyst "Nú brennur tú í mær". Fyrsta fløgan hjá Eivør kom út í 2000. 18. februar 2010 skrivaði Eivør sáttmála vid Copenhagen Records. Eivør hevur fleiri ferðir vunnið føroysku tónleikaheiðurslønina Planet Awards. Í 2012 vann hon 3 Planet Awards: ársins songkvinna, ársins einstaklingur og fløga hennara Room varð kosin ársins útgáva. Í 2012 varð Eivør tilnevnd til Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins Slóðir úteftir. Pálsdóttir, Eivør Pálsdóttir, Eivør Atli Pætursson Dam. Atli Pætursson Dam (12. september 1932 - 7. februar 2005) føddur og uppvaksin á Tvøroyri, búsitandi í Tórshavn seinastu árini av lívinum, var Føroya løgmaður árini 1970-1981, 1985-1989 og 1991-1993. Foreldur hansara vóru Sigrid Ragnhild f. Strøm, úr Trongisvági og Peter Mohr Dam av Tvøroyri. Hann var giftur við Oddvør Sólvá f. Hovgaard av Tvøroyri. Hann var útbúgvin Maskinverkfrøðingur í 1964. Hann varð valdur á Føroya Løgting í 1970 fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi. Hann varð valdur inn fyri Suðuroyar valdømi øll árini frá 1970 til 1990, tá hann stillaði upp fyri Suðurstreymoyar valdømi og varð valdur inn har og umboðaði Suðurstreymoy á Føroya Løgtingi árini 1990 - 1994. Hann var Føroya løgmaður fimm ferðir og fólkatingslimur frá 1987-88 og 1990-94. Hann tók seg aftur sum løgmaður 18. februar 1993 orsakað av fíggjarkreppuni og av heilsuávum. Marita Petersen tók við sum løgmaður eftir hann. Hann var undirstjóri fyri Føroya Realkreditt frá 1981–1985 og aftur frá 1989 til hann doyði í 2005. Eitt ið verður mett at vera tað størsta ið hann uppnáddi sum politikari, var tá ið hann megnaði at gera eina avtalu við táverandi danska forsætisráðharran Poul Schlutter, at Føroyar kundu yvirtaka undirgrundina og fingu øll rættindini til undirgrundina ið hoyrir til Føroyar. Yvirtøkan av undirgrundini fór fram í 1992. Keldur. Dam, Atli Pætursson Dam, Atli Pæturssonur M/S Jökulfell. M/S Jökulfell er eitt farmaskip, sum sakk 60 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum 8. februar 2005. Jökulfell liggur á 2000 metra (1060 favna) dýpi. Kristian Osvald Viderø. Kristian Osvald Viderø (ofta bert umrøddur sum "Viderø") (27. mai 1906 í Skálavík - 8. apríl 1991 í Keypmannahavn) Sum so mangir av sínum javnaldrum fór Viderø blaðungur til sjós og var sjómaður í nøkur ár. Men í 1920-árunum fór hann til Keypmannahavnar, har hann tók studentsprógv í 1930 og gudfrøðiligt embætisprógv í 1941. Tann langa lestrartíðin stóðst serliga av vallarahuganum hjá tí unga Viderø. Hesa tíðina reikaði hann runt í Evropa, vitjaði sámarnar í Norðurnoregi, fór so langt eystureftir sum til Volga, reikaði um á Balkan og í Miðeystri, ja enntá eisini í Norðurafrika. Vallarasøgurnar hjá Viderø vóru sera væl umtóktar í Studentafelagnum í Keypmannahavn, har tað sigst, at hann kundi fáa áhoyrararnar at gapa av bilsni og gella av látri. Í tíðarskeiðinum 1947–52 var Viderø prestur í Hvalvík í Norðurstreymoyar prestagjaldi. 1953-65 var hann í Suðurstreymoyar prestagjaldi, og eina stutta tíð (1965-69) var hann prestur á Viðareiði. Frá 1969 og til hann fór frá vegna aldur var K. O. Viderø prestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti í Hvalba. Tað finnast óteljandi søgur um Viderø sum prest, um hansara fráverandi verumáta og tær hugleikandi prædikurnar, sum ofta fóru fram uttan handrit. Eftir deyða Jákups Dahls varð tað K. O. Viderø, sum fullførdi umsetingina av Bíbliuni úr hebraiskum. Hetta megnararbeiði førdi til fyrstu góðkendu bíbliuútgávu Fólkakirkjunnar á føroyskum í 1961. Tá Viderø fór frá sum prestur í 1977, fór hann aftur út í heimin at ferðast. Hann var m.a. í Suðurevropa, Miðeystri og Ásia, og kom ongantíð heimaftur til Føroya. Hann doyði í Keypmannahavn í 1991. Útgávur. Á annað Suðurlandið: ferð mín til Jorsala oman av himni. - Tórsh.: Bókagarður, Emil Thomsen, 1990. Á Suðurlandið. - Tórsh.: Bókagarður, Emil Thomsen, 1990. Ferð mín til Damaskusar. - Tórsh.: Bókagarður, Emil Thomsen, 1997. Ferð mín til Jorsala. - Tórsh.: [s.n.], 1957. Ferð mín til Jorsala / við formæli eftir Sverra Egholm. - Ljósmyndað, offset-endurprent. - Tórsh.: Bókagarður, Emil Thomsen, 1984. Ferð mín til Jorsala á himni. - Tórsh.: Bókagarður, Emil Thomsen, 1990. - 2 bind. Frá landi á fyrsta sinni. - Tórsh.: Bókagarður, Emil Thomsen, 1991. Saga Eysturoyar. - Tórsh.: Bókagarður, Emil Thomsen, 1994. Saga Norðuroya. - Tórsh.: Bókagarður, Emil Thomsen, 1994. Saga Skálavíkar, Húsavíkar, Skarvanesar, Dals, Skúoyar, Dímunar, Sands, Skopunar, Hestoyar, Kolturs. - Tórsh.: Bókagarður, Emil Thomsen, 1991. Saga Streymoyar og Nólsoyar. - Tórsh.: Bókagarður, Emil Thomsen, 1994. Saga Suðuroyar. - Tórsh.: Bókagarður, Emil Thomsen 1994. Saga Vágoyar og Mykiness. - Tórsh.: Bókagarður, Emil Thomsen, 1994. Bíblia: tað er Halgabók: Gamla testamenti og Nýggja / týdd úr frummálunum. - 1. útg.- Keypmh.: Det Danske Bibelselskab, 1961. Týtt: J. Dahl og K.O. Viderø. Bíblia: Halgabók: Gamla testamenti og Nýggja / týdd úr frummálunum. - 1. [i.e. nýsett] útgáva, 1. uppl.- Keypmh.: Det Danske Bibelselskab, 2000. Týtt: J. Dahl og K.O. Viderø. Ilionskvæði / J.H.O. Djurhuus [og K.O. Viderø] týddi; um Ilionskvæði eftir N. Ladegaard Pedersen (Hans Jacob Joensen týddi). - Tórsh.: Mentunargrunnur studentafelagsins, 1967. Eitt orð í dag: lestrar til hvønn dag í árinum / Ludvig Hope; í týðing Kristian Osvald Viderø. -Tórsh.: Emil Thomsen, 2006. Sámuelsbøkurnar / givið út við studningi frá Føroya kirkjufólki og Danska bíbliufelagnum.- Tórsh., 1953. [Prædika] 1. sunnudag eftir trinitatis – Luk. 12, 13 -21 – Lívið spratt av kærleiks rót: lestrar úr Norðurstreymoy til aðru tekstarøð / lagt til rættis: Axel Tórgarð. - [Hoyvík]: Stiðin, 1995. [Prædika] 4. sunnudag eftir trinitatis – Matt. 5, 43 – 48 – Lívið spratt av kærleiks rót: lestrar úr Norðurstreymoy til aðru tekstarøð / lagt til rættis: Axel Tórgarð. - [Hoyvík]: Stiðin, 1995. Árant í Hattarvík farin um tey áttati. Lesibók til annan real. - Føroya skúlabókagrunnur, 1967. Føroyskar bókmentir í úrvali 4.- Føroya skúlabókagrunnur, 1986. Hugskot eftir grein av Brimnes presti um fólkakirkjuna og annað. Hvør býttlingur kann gerast ríkur – Orðið er tær nær / Axel Tórgarð. - Tórsh.: Bókadeild KFUMs, 1992 Noveller från Färöarna. - P.A. Norstedt, 1976. O, um tú hevði rivið sundur himnarnar og stigið niður!” Lívið spratt av kærleiks rót: lestrar úr Norðurstreymoy til aðru tekstarøð / lagt til rættis: Axel Tórgarð. - [Hoyvík]: Stiðin, 1995. Á annað Suðurlandið: ferð mín til Jorsala oman av himni (Bókagarður). Ferð mín til Jorsala á himni I (Bókagarður). Ferð mín til Jorsala á himni II (Bókagarður). Frá landi á fyrsta sinni (Bókagarður). Saga Skálavíkar, Húsavíkar, Skarvanesar, Dals, Skúoyar, Dímunar, Sands, Skopunar, Hestoyar, Kolturs (Bókagarður). Bræv til Karsten Hoydal 1977 (E 715.1). Bræv til Símunar av Skarði 1927 (E 558.22). Hugskot um triðja heimin og tíman frammanundan (Bókagarður). Kristur á vegum Indialands / E. Stanley Jones (Bókagarður). Kviða Odyssar / Homer (E 293). Nakrar leiðvísanir á siglingarferð lívsins (Bókagarður). Keldur. Føroya Landsbókasavn Slóðir úteftir. Viderø, Kristian Osvald Viderø, Kristian Osvald Tróndur í Gøtu. Tróndur í Gøtu (føddur 945, deyður 1035 í Gøtu) eisini nevndur Tróndur Gøtuskegg ella Gøtutróndur var ein víkingahøvdingi í Føroyum. Hann er ein av teimum týdningarmiklastu persónunum í Føroyingasaga saman við Sigmundi Brestissyni og øðrum. Hann var ein av máttmiklastu monnum í Føroyum um tað mundi. Hann búði í Gøtu og var sonur Tórbjørn Gøtuskegg og Guðrun, sum var systir Svínoyar Bjarna. "Sum hon stendur í Færeyinga saga:" "Sum hon stendur í Føroyinga søgu:" syngi sálm eg Guð at æra, sær hann til mín lut at varða. Gøtu, Tróndur í Sjónvarp Føroya. Sjónvarp Føroya (SvF) er almenna sjónvarpið í Føroyum. Í mars 1983 varð Jógvan Asbjørn Skaale settur sum fyristøðumaður fyri eitt 5 ára skeið. Í juli 1983 varð Ragnar C. Joensen settur sum tekniskur leiðari, og í mai 1984 varð Finnur Lómstein settur sum umsitingarleiðari. Tann 1. apríl 1984 byrjaðu royndarsendingarnar, og 1. september 1984 varð SvF alment tikið í brúk. 1. januar 2005 vórðu Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya løgd saman í ein stovn, Kringvarp Føroya. Teitur Lassen. Teitur Lassen (f. 4. januar 1977) er ein tann fremsti føroyski sangarin og hevur yrkt nógvar sangir. Hansara tónleikastílur er singer/songwriter. Hann hevur í samstarvi við altjóða plátufelagið Universal givið út eina stórtseljandi fløgu (selt umleið 45 000 eintøk) undir heitinum "Poetry and Aeroplanes". Søgan hjá Teiti. Teitur. Er hann nevndur, er hann kendur. Teitur hevur altíð fingist við tónleik. Hann lærdi at spæla orgul sum 13 ára gamal. Fyrstu ferð føroyingar hoyrdu um Teit Lassen var í samband við bólkin Mark No Limits, har fólk sum Mark Joensen og Malan Eyðunsdóttir spældu við. Teitur var forsangari. Bólkurin luttók í Prix Føroyum í 1997 og endaði við at vinna kappingina. Mark No Limits spældi mest lættisoppa- og søtan popp við fangandi rútmum. Síðani hoyrdi man lítið og einki frá Mark No Limits, og til endans fór bólkurin hvør til sítt. Bæði Malan Eyðunsdóttir, Mark Joensen og Teitur byrjaðu hvør sítt solo-projekt. Teitur royndi seg við fløguni “Sólin og regnið”, ið kom út í 2002. Teitur flutti til London. Tá fór hann at liva av tónleikinum hjá sær. Tað gekk so mikið væl hjá honum, at hann og Universal Records skrivaðu undir sáttmála í 2003, og hann fekk Christian Ulf-Hansen sum umboðsfólk. Teitur gav fløguna “Poetry and Aeroplanes” út í 2003 á plátufelagnum Universal Records. Teitur spældi løg av tí nýggju fløguni í sambandi við Prix Føroyar 2003, men hetta var ikki væl móttikið av lurtarafjøldini. Tá fløgan kom út tveir mánaðir seinni, varð hon sera væl móttikin í Føroyum, har Teitur var við at gerast tað heilt stóra innan føroyskan tónleik. Sáttmálin hjá Teiti við Universal varð ikki tikin í álvara millum almenningin, fyrrenn fløgan kom út. Teitur túraði í USA í 2004 og 2005. Hildið varð, at sáttmálin og fløgan fóru at geva Teiti eitt altjóða gjøgnumbrot, men ístaðin bleiv hann bert eitt av teimum mongu listafólkunum, Universal Records hevur sáttmála við. Á vári 2006 ljóðaðu tíðindini um, at Teitur var farin frá Universal orsakað av trupulleikum við rættindum o.l. Stutt aftaná kom Teitur við fløguni ((Stay Under the Stars)), sum kom út á nýstovnaða plátufelagnum ((Arlo & Betty Recordings ltd.)) í samstarvi við Playground Music. Teitur stovnaði við Christian Ulf-Hansen Arlo & Betty recordings Ltd. Plátufelagið eitur eftir tveimum gittarum hjá Teiti. “Stay under the Stars” gjørdist beinanvegin tað heilt stóra. Sangir sum “Louis, Louis” og “Don´t want you to wake up” rungaðu í útvarpinum. Teitur fór konsertferðir til USA og Kanada, hann spældi nógv í norðanlondum, og hann var við í nógvum sjónvarps- og útvarpssendingum. Tá hóvastákið, ið “Stay under the Stars” hevði við sær, var við at leggja seg, kom Teitur út við einari føroyskari fløgu: “Káta Hornið”. Fleiri ummælarar undraðust á, hví Teitur vendi aftur til tað føroyska málið. Teir hildu, at hendan fór at vera ein fusari í sama stíli sum “Sólin og regnið”, men so varð als ikki. “Sólin og regnið” og “Káta Hornið” eru torførar at samanbera. Stílurin er heilt ymiskur á teimum báðum fløgunum. Tá ið “Káta Hornið” kom út, vóru yvirskriftir sum “Meistaraverkið hjá Teiti” og “Vælkomin heim, Teitur” at síggja í fjølmiðlunum. Fløgan bleiv skjótt tað heilt stóra, og Teitur víðkaði sína lurtarafjøld. Danish Music Awards er eitt award-show, ið verður hildið í Danmark. Teitur vann heitið sum besti sangari í Danmark í 2007. Mæt nøvn sum Simon Kvamm, Troels Abrahamsen og Thomas Helmig vóru nominerað til sama heiti. Men havnardrongurin vann á teimum øllum og valdi at halda sína takkartalu á føroyskum. Síðan hevur Teitur útgivið fløgurnar The Singer (2008) og Let the Dog Drive Home (2010). Fløgan "The Singer" vann ein prís á Danish Music Awards 2009 í bólkinum "Ársins danska Singer/Songwriter útgáva". Ritverkið hjá Teiti. Teitur Lassen hevur givið 6 fløgur út. Av tí at Teitur longu var kendur millum føroyingar sum forsangarin í Mark No Limits, vóru fólk varug við fløguna “Sólin og regnið”. Hon er ikki marknaðarførd á sama hátt sum hansara nýggjaru fløgur, og lættari er at kenna seg aftur í tekstunum í teimum sangunum. Sangirnir vórðu skrivaðir samanhangandi á sumri 2002, tá Teitur var heima í summarfrí. Teitur heldur sjálvur, at hetta ikki er ein rættilig Teitur-fløga. Fyrsta Teitur-fløgan kom út í 2003 og er nevnd “Poetry and Aeroplanes”. “Poetry and Aeroplanes” varð væl móttikin av flestu ummælarum og lurtarum. Hendan fløgan var tann, ið var grundvøllurin hjá Teiti í altjóða høpi. Fløgan varð sera væl seld í Amerika. “Poetry and Aeroplanes” varð sera væl marknaðarførd, og Teitur spældi nógvar konsertir í sambandi við útgávuna. Onnur Teitur-fløgan varð nevnd “Stay under the Stars” og varð givin út í 2005. Her heldur Teitur fram við sínum søgum um lívið, heimin og kærleikan. Fløgan var á top 10-listum í Danmark, og Teitur varð biðin at spæla á fleiri festivalum í Evropa. Hóast "Stay Under the Stars" hevur selt betur í Evropa enn “Poetry and Aeroplanes”, so er søgan júst tann øvugta í USA, ið annars hevur verið kjarnumarknaðurin hjá Teiti. “Tað hevur ikki gingið so væl at marknaðarføra»Stay Under the Stars«í USA. Plátufelagið, ið vit gjørdu útbreiðslusáttmála við haryviri, hevur ikki gjørt ein skit av øllum tí, sum tað lovaði, og harumframt kiksaði ein týdningarmikil útgávukonsert, tí eg fekk ikki neyðuga visumið. Alt var klárt, og tað sótu 50 amerikanskir tónleikajournalistar og bíðaðu í einum konsertsali í New York, men har dukkaði eingin Teitur upp. So tað var nakað lort”, fortelur Teitur erliga. ”Káta hornið”, osar av stemningi, spæligleði og yvirskoti og er snøgt sagt besta føroyska fløgan, ið eg havi fingið latið upp í hendurnar at ummæla øll hesi árini sum fastur ummælari hjá Dimmalætting. 11 skeringar, ið eru at rokna sum ein long perlurøð av framúrskarandi væl komponeraðum og yrktum sangum av okkara klárt sterkasta sangskrivara” Hetta skrivaði Uni Leitisstein Hansen, tá hann ummældi nýggju fløguna hjá Teiti í Dimmalætting. ”Káta Hornið” markerar uppaftur týðuligari tónlistarligu broytingina, ið er í gongd í Teiti. Hendan broytingin var longu byrjað á “Stay Under the Stars”, ið var væl leysari framleidd enn poleraða “Poetry and Aeroplanes”. “Heldur enn at frata hinvegin aftur, so havi eg meira hug til at gera mín enska tónleik soleiðis, sum tónleikurin á»Káta Horninum«er. Eg havi meir og meir innsæð, hvønn leiklut mín føroyska barlast hevur í mínum virki sum sangari og sangskrivari, og at allir teir ensku sangirnir spretta eisini burtur úr hesari somu barlast. Hetta er eisini fyrsta fløgan, ið eg sjálvur havi framleitt, og tað hevur gjørt, at eg kenni meg nógv búnaðan sum tónleikara. Eg tori at gera nøkur val við mínum tónleiki og leiða hann ein ávísan veg, og eg haldi, at tónleikurin er meira Teitur enn nakrantíð”, staðfestir Teitur. Hóast “Káta Hornið” ikki verður mett sum tann mest lurtara- ella útvarpsvinarliga Teitur-útgávan, verður hon sæð sum ein heit, livandi og ótrúliga væl samanskrúvað fløga, ið hevur nógv á hjarta og bara veksur við hvørjari gjøgnumspæling. Let the dog drive home 2010 Í 2007 fór Teitur í holt við triðju enskt-mæltu fløguna, sum hevur heitið ((The Singer)). Hendan fløgan varð upptikin á Gotlandi í Svøríki. Tróndur í gøtu hevur lagt løgini til rættis saman við Teitur. Teitur fór á turné, og hevði heiðurin at opna størsta pallin, Orange Scene, vid sanginum "Fishlips", á Roskilde Festival 2008. 4. oktober 2010 kom fløskan ((Let the fish Drive Home)) út. 12 skeringar á enskum. Les samrøðu um fløguna her Tíðarrák. Á ein hátt ber til at siga, at Teitur við»Káta horninum«gongur í fótasporunum hjá Kára P. í 70'unum og Frændum í 80'unum. Hann er vorðin røddin hjá sínum ættarliði. Ein rødd, ið viðger tíðarinnar rák, tvístøður og setur orð á kenslur og spenningar, sum bilgjast í yngru ættarliðunum. Hetta er ein leiklutur, ið klæðir Teiti, sum við sínum tónlistarliga virki longu er gingin undan og hevur kveikt eina trúgv á egin evni í ungum føroyingum. “Eg haldi, at eg sigi tingini, sum tey eru. Eg og tey ungu fólkini, ið eg deili mítt lív við, vit halda hatta har. Hatta er mín veruleiki. Og ja, nógv viðurskifti eru virkuliga býtt í Føroyum, men eg haldi, at ein sovorðin sum eg hevur ábyrgd at gera vart við hesi viðurskifti. Eg havi sæð, at eg fari at halda fram við at spæla tónleik, og at hetta er tað, ið eg brenni fyri at gera, og tískil er umráðandi at hava eitt gott fundament at standa á. Tá nyttar einki ikki at hava eina meining um tingini, tí so hevur tú einki stað at standa.” Teitur viðger evni, ið eru uppi í samfelagnum. Hetta ger hann á ein heilt serstakan hátt. Tá ið hann syngur er tað stutt og greitt orðað. Hann hevur ein boðskap, ið hann sendir út til áhoyrararnar. Tørvur er á einum stuttum og greiðum boðskapi. Hettar tosar til ungdómin og aðrar áhoyrarar. Man fær ein steðg frá øllum tí háfloygda og tí, ið er lýst út í æsir. Stílurin er songwriter, ið er algongdur um allan heim. Øll ljóð, ljóðføri, og orð skapa ein ávísan dám og søgu. Teitur hevur í øllum stillum greinað og neyvkannað arvaeginleikarnar hjá heimliga tónleikarliga dýrgripinum, sum hann er uppvaksin við gjøgnum Útvarp Føroya. Hann hevur brúkt hesa vitan til at genspleysa feita, føroyska retro-úttrykkið, ið myndar»Káta hornið«tónlistarliga. Hetta eru Tey av kamarinum, Faroe Boys, Simmi, Birni Dam, Havnarkórið, Hermann Jacobsen, Kári P. og Hanus G. Hetta er tapet frá 50- og 60-unum og eitt sindur modni lukturin av gomlum teppi heima hjá ommu og abba. Hetta eru»Kvøðuljómarnar til sjófólkið«ein gráan, regnvátan sunnudag. Hetta er seigt, slavið og sorgblítt. Hetta er føroyskt, men mest av øllum, hetta er meistarligt. Slóðir. Lassen, Teitur Lassen, Teitur Föroya Bjór. Föroya Bjór er føroyskt bryggjarí. Við meiri enn hundrað árum á baki er Föroya Bjór ein av teimum elstu fyritøkunum í Føroyum. Tá Símun í Vági fór til Danmarkar í 1883 at læra til bakara, lærdi hann samstundis at bryggja øl. Fimm ár seinni byrjaði hann sína egnu fyritøku. Eftir at hava arbeitt sum bakari, bryggjari, bóndi og reiðari í næstan 50 ár doyði hann 72 ára gamal í 1935. Sonurin, Einar Waag eldri, sum eitt skifti var løgtingsmaður, tók yvir og bygdi bryggjaríið út fleiri ferðir, áðrenn hann fyri gott 30 árum síðani læt triðja ættarlið koma til. Föroya Bjór røkir umleið 70 prosent av føroyska marknaðinum fyri pilsnarøl og 60 prosent av gulløli. Meiri enn onnur hvör sodavatn, ið verður drukkin í Føroyum, kemur frá Föroya Bjór. Umleið 40 fólk arbeiða á Föroya Bjór, harav 16 á skrivstovuni og bryggjarínum í Klaksvík. Beiggarnir Einar og Heini Waag hava átt hvør sína helvt av felagnum fram til desember 2008, tá ið Heini valdi at selja sín part til Einar. Einar Waag er tískil einsamallur eigari av Föroya Bjór. Umframt at framleiða vanligt øl, við upp til Gull styrki, framleiðir Föroya Bjór eisini sterkari øl og brennivín. Hetta er undir heitinum Einar's Distillery. Tann 18. juni 2020 keypti Föroya Bjór bryggjaríð á Velbastað, Okkara, sum enn framleiðir sínar øl sum áðrenn yvirtøkuna. Mál. Eitt mál kann sigast at vera ein kota hjá tjóðum og fólkum til at senda boðskap við. Menniskju brúka málið til at samskifta við hvønn annan, fyrst og fremst við talu men eisini á skrivt ella við teknum. Málið er sett saman av orðum, og hvørt orðið hevur ávísa merking. Í øllum heiminum eru um 6-7000 mál. Føroyskt er eitt av heimsins minstu málum av talaðum málum. Nógv smá mál kring heimin verða ikki talaði longur. Mál er neyðugt amboð í politiskum, fíggjarligum og mentanarligum virksemi; alt meir sum eitthvørt tjóðmál breiðir seg, alt meir økist sostatt veldið og ávirkanin hjá tjóðini. Nú royna Stóra Bretland og USA at víðka nýtsluna av enskum, og hetta fær ikki verið uttan samband við royndina at víðka teirra megi og ávirkan. Sagt verður, at franskir myndugleikar stúra fyri, hvussu tað gongur aftur á hondina við tí franska málinum. Hetta er, tá ið samanum kemur, ikki bert eitt málsligt vandamál, men rakar eisini franskt vald og franska ávirkan á heimsins leikpalli. Málvísindini verða nevnd málfrøði. Summir málfrøðingar vilja vera við, at um eini 100 ár eru helmingurin av teimum o.u. 6000 tungumálunum, ið eftir liva í heiminum, deyð. Og tað er ikki bert málini, ið doyggja; eisini øll tann fjølbroytta mentan, ið livir og er treytað av einum máli, doyr við tí. Vandin er tann, at málið hjá teimum, ið politiska og fíggjarliga valdið hava, trokar seg inn á málið hjá teimum minni mentu, ikki tí at tað málsliga er nakað betri, men stutt sagt tí at tað umboðar vald. Í samskifti, har ið luttakararnir hava ymisk móðurmál, men allir bert nýta eitt teirra, er valdið lagt í hendurnar á tí, sum hevur hetta málið til móðurmál; men trupulleikarnir, ið standast av málsligum smámunum og vantandi kunnleika í samskiftismálinum eru latnir teimum, sum ikki hava hetta samskiftismálið til móðurmál. Harafturat verður við "heimsmálum" ikki bert framt málslig, men við lít eisini mentanarlig kúgan. Hesar báðar funksjónir hava tvær mótstríðandi avleiðingar: Samskiftisfunksjónin hevur við sær at tað verður meiri standardisera og eins, meðan identitetsfunksjónin hevur við sær fjølbroytni og variasjón. Í málinum er vanligt at skilja í millum týdningin av orðum Málið skal; vera passandi, hava gjøgnumskygni, fella væl og vera rætt. Málið ger, at fólk í felag geva sær far um, tað sum tosað verur um, og at fólk kunnu samskifta um hvat sum helst; bæðið veruligt og óveruligt, í og uttanfyri støðuna, tey sjálvi eru í. Vit kunnu gera vart við okkum, við tí samma málsliga mynstri men við ymiskum ljóðum - accent. Hvørja dialekt mann nýtir, veldst um hvagani mann er, men eisini hvussu vil vera viðgjørdur av móttakaranum. Harafturat veldst tað um evni, samskiftismiðil, og hvat mann væntar av málinum. Eitt, sum verður nógv nýtt í málinun uttan at mann ger sær far um tað, er metonymi. Tað er, tá mann nýtir eitt orð, men orðið merkir meiri, enn grundtýdningurin. Dømi: "Hann gongur á Hoydølum." Hoydalar í hesum døminum merkir studentaskúlin, sum liggur í Hoydølum. Annað dømi: "Halldor Laxness liggur á hylluni." Tað er ikki persónurin, sum liggur á hylluni, men ein bók, har hann er rithøvundur til, sum liggur á hylluni. Sosial dimensjón. Mann varierar hvat mál og dialekt mann nýtir, alt eftir hvør tað er, mann tosar við. Her sipast til individualisering og fløktar sosialar identitetir. Sosialur status ger av hvussu rætt orðini mann nýtir eru. Verða orð nýtt, sum vera nýtt av fólkum av høgum sosialum statusi, so verða hesu orð góðtikin og sæð sum at vera røtt. Tað vil siga, í hesum sammanhengi snýr tað seg ikki um at tey røttu orðini vera vald útfrá innlitið, men meiri av tilvild. So sjálvsmyndin ella identiturin, sum mann ger av sær sjálvum gjøgnum málið, ikki kann koma fyri uttan so, at mann samanber og metir um sosialar bólkar. Útlendsk ávirkan. Málið verður eisini ávirka av útlandinum. Hvussu mann sær uppá aðrar tjóðir og mentanir hevur nógv at gera við makt og dominans. Tey mál, sum mann sær upp til, lænir mann orð og hættir frá. Til dømis íslendskt hevur havt eina ávirkan á føroyskt. Sapir-Whorf hypotesan. Í 1929 komu granskarar framm eini hypotesu, sum er uppkallað eftir teimum, sum sigur at fólk eru avmarkaði, tá tað snýr seg um, hvat tey kunnu hugsa, alt eftir hvat mál tey nýta. Tað er ógjørligt at hugsa tankar sum málið ikki loyvir. Málið er sum ein ramma, har hugsaðu tankarnir ikki kunnu fara út um. Vísindin er ikki komin til nakað endaligt svar um hetta. Talumál. Talumálið er tað talaða málið, har ljóðini umboða orð ella meiningar. Orð. Orð eru sett saman av einum ella fleiri bókstavum. Tey virka á ymsan hátt og eru býtt upp í orðaflokkar. Orðini hava eisini ymsa merking (merkingarfrøði). Skriftmál. Skriftmálið er mál, ið verður borið fram ella umboðað við teknum, ið verða skrivað niður á fast tilfar ella við skrivimaskinu, teldu o.tíl. Tá ið vit skriva nýta vit umleið 6000 ymisk orð. Tey føroysku og íslendsku skriftmálini verda søgd at vera tey nútímans málini, ið líkjast mest tí gamla norrøna málinum. Merkingarfrøði. Merkingarfrøði er ein grein í málvísindunum. Merkingarfrøði er frøðigrein um merkingina av orðum, máliskum, setningum og teksti (á latíni semantica). Ljóðfrøði. Ljóðfrøði er ein málfrøðigrein um ljóðini í einum máli (phonetica). Bókstavur. Bókstavarnir eru skrifttekin fyri málljóð. Navnið á teimum einstøku eindunum í einum stavraði. Summi skriftmál nýta skrifttekn, ið eru heilt øðrvísi enn teir bókstavir, vit brúka, sum til dømis arábiskt. Tað arábiska alfabetið er grundað á hjáljóðstekn, og sjálvljóðini stuðla í besta føri uppundir. Onnur skriftmál, sum til dømis tað grikska, hava sum frá líður fingið sær tekn fyri sjálvljóðini. Ta grikska stavraðið er upprunaliga ættað úr føniskum, sum einans hevði hjáljóð. Onnur skriftmál nýta tekin fyri hvørt stavilsi (japanskt), ella hvørt hugtak (kinverskt) Teknmál. Teknmálið er eitt mál eins og føroyskt. Munurin á teimum báðum er at talumál verður samskift við ljóði, meðan teknmálið verður borið fram við rørslum, handa- og andlitsbrøgdum. Teknmálið er eitt sjálvstøðugt mál; tað hevur sína heilt egnu mállæru, sum er øðrvísi enn tann føroyska mállæran. Teknmálið er ikki altjóðamál. Tað eru umleið líka nógv teknmál og talumál í heiminum. Stavrað. A Á B D Ð E F G H I Í J K L M N O Ó P R S T U Ú V Y Ý Æ Ø Í føroyskum teksti síggjast kortini av og á aðrir stavir, til dømis c, q, ü, w, x, z, å og þ, tá ið fremmandaorð verða endurgivin. Tvíljóðini eru: EI EY OY Raðan av orðum á teldu. Ymisk mál raða (en: lexiographical ordering) mangan orð ymiskt, eisini um málini nýta somu stavir. Á teldu kann raðan av orðum gerast á føroyskum við at áseta "locale", t.d. codice_1 (->sourceforge:), áðrenn raðan verður framd, til dømis við codice_2 (-> en.wp:). Í forritum ávirkar "locale" funkur sum codice_3 og codice_4. (-> en.wp:) Føroysk stavraðan. Føroyskar orðabøkur hava nýtt ymiska stavraðan yvir tíð. Til dømis er "á" viðhvørt raðað sum stakur stavur eftir "a", og viðhvørt sum javnsett, men fylgjandi eftir, "a". Í Orðafar () verður mælt til at stavraða bøkur og greinir, fólkanøvn, landafrøðilig nøvn o.s.fr. sum víst niðanfyri. Stakir stavir í føroyskari stavraðan eru tá hesir Har skilt verður millum stórar og smáar stavir, verða stórir stavir vanliga raðaðir undan smærri. Tøl codice_5 vera vanliga raðað undan stavum. Sagnorð. Eitt sagnorð (á latíni: "verbum") er ein orðaflokkur, ið lýsir gerð, støðu ella broyting í støðu. Sagnorð bendast í tíð og virka sum umsøgn. Sagnorð bendast í persónum, tali og hátti. Listi av útlendskum rithøvundum. Listin niðanfyri er eitt yvirlit yvir gitnar útlendskar rithøvundar. Niels Ryberg Finsen. Niels Ryberg Finsen (føddur 15. desember 1860 í Tórshavn, deyður 24. september 1904 í Keypmannahavn) var føroysk-danskur lækni. Finsen er einasti føroyingur, ið hevur fingið Nobelvirðislønina (læknafrøði, 1903). Læknaprógv frá 1890. Hann var sonur Hannes Finsen, sum var amtmaður í Føroyum 1871–1884. Hannes var av íslendskari ætt, við røtum í íslandi heilt aftur til 10.øld. Móður Niels Finsen, Johanne Fröman var eisini frá Íslandi. Niels Finnsen gekk tann fyrsta partin av síni skúlagongd í Føroyum, t.e fólkaskúlan. Hareftir fór hann til Herlufsholm í Danmark, at ganga í skúla. Eftir eitt stutt tíðarskeið í Danmark flutti hann til Reykjavík, Ísland í 1876, her kláraði hann seg væl, sjálvt um hann ikki hevði málsligan førleika, at tosa íslendskt. Í 1882 fór Niels Finsen til Keypmannahavnar at lesa læknafrøði, og tók sína endaligu próvtøku í 1890. Sama árið bleiv hann professari í kropsbygnaðarfrøði á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn, hetta var ein sessur, sum hann segði frá sær í 1893, fyri at leggja meiri orku í sítt vísindaliga arbeiði. Amtmenn í Føroyum. Hetta er ein listi yvir amtmenn í Føroyum. Amtmaðurin er ovasti embætismaður í amti. Føroyar vóru skipaðar sum danskt amt frá 1816, tá ið gamla løgtingið varð avtikið, til 1948, tá ið Føroyar vórðu skipaðar sum heimastýri við heimastýrislógini. Slóðir. * Sjónleikur. Sjónleikur er ein listagrein, har ein ella fleiri sjónleikarar framføra ein ella fleiri leiklutir fyri einum áskoðara ella eini áskoðarafjøld. Framførslan hevur oftast form av einum verki, sum er bygt upp við samrøðum millum persónar og eini søgugongd, sum kemur til sjóndar gjøgnum tað, ið fiktivu persónarnir í verkinum gera og siga. Søga. Sjónleikurin hevur djúpar røtur aftur í mannasøguna. Granskarar føra hesa listargreinina aftur til ritualini, sum vóru partur av frummentanum hjá fyrstu menniskjunum (og kunnu eygleiðast enn í dag hjá sonevndum frummentanum). Hildið verður at hesi ritual hava havt sín uppruna í eini viðføddari trongd hjá menniskjum at endurgeva veruleikan í spæli. Evropeisk leiklist, sum vit kenna hana í dag, hevur sínar røtur í griksku leiklistini, sum var í hæddini umleið 500-300 f.Kr. Serliga hava harmaleikirnir hjá Ayskylos, Sofokles og Evripides, sum vóru skrivaðir og spældir í tíðarskeiðnum 500-400 f.kr., havt stóra ávirkan á seinni leiklist. Ikki minst tí at grikski heimsspekingurin og vísindamaðurin Aristoteles skrivaði bókina "Um yrkingalistina", ið lýsir griksku dramaini og greiðir frá, hvussu eitt drama eigur at vera uppbygt fyri at hava mestu listarligu ávirkanina á áskoðaran. Grikska dramaið og Aristotelesar lýsing av tí gjørdist fyrimynd fyri evropeiska sjónleikaskriving frá renesansuni og fram. Tað naturalistiska dramaið, sum var í hæddini í tíðarskeiðnum 1870-1900 og framvegis má sigast at vera tað, ið vit uppfata sum normurin, ið øll onnur leiklist verður mett eftir, byggir grundleggjandi á leiklistarfrøðiligu grundreglurnar í grikska dramanum: Har ein høvuðspersónur, sum vit liva okkum inn í, har er ein søgugongd við eini innbygdari konflikt, sum verður spent upp, til hon umleið miðskeiðis í gongdini nær einum punkti, har tað ikki vendist aftur (point of no return), og síðani fylgir ein gongd, har hendingagongdin miðvíst fer ímóti einum enda, sum annað hvørt upploysir konfliktina (hollywood-modellið) ella førir til katastrofu fyri høvuðspersónin (tað siðbundna dramaið). Tann naturalistiski sjónleikurin er førdur víðari við filmslistini, har tað sonevnda hollywood-modellið fyri filmshandritaskriving í stóran mun nýtir grundbygnaðin í naturalistiska dramanum. Sjónleikurin í nýggjari tíð hevur ment seg í nógvar ymiskar rættningar. Nógv moderna leiklist er kropslig og nærkast dansinum. Aðrir leiklistaformar leggja dent á tekst og eitt abstrakt, ikki-naturalistiskt úttrykk. 20. øld hevur havt nógvar høvuðsstreymar innan leiklistina: Tann ekspressionistiski sjónleikurin (serliga Týskland, Frakland og Eysturríki umleið 1900-1920), tann episka leiklistin, sum var ein politisk manifestatión innan leiklistina (Erwin Piscator og Bertolt Brecht, Týskland og USA 1925-1950), absurda leiklistin (Frakland og Ongland 1947-1960, Samuel Beckett, Eugène Ionesco, Harold Pinter og Jean Genet) og tað fysiska teatrið (1955-1980 Pólland, Danmark, Jerzy Grotowski og Eugenio Barba). Eitt annað týdningarmikið rák í vesturheiminum í 20. øld hevur verið tey frælsu bólkateatrini, sum komu fram í 1960-árunum og 1970-árunum, og sum arbeiddu fyri at fáa leiklistina úr teimum siðbundnu borgarligu sjónleikarhúsunum og út í samfelagið, og sum endurnýggjaðu leiklistina bæði hvat víðvíkti áskoðarafjøld, innihaldi, formi og arbeiðshátti. Hesir bólkar skaptu nýggj úttrykk við at spæla í øðrvísi rúmum og bróta niður bindingina pallur-salur. Í Føroyum. a> er í Gamla Maiaríinum (guli bygningurin) Í Føroyum hevur sjónleikur verið spældur síðani eina ferð í 1780'unum, tá vit fyrstu frætta um sjónleikarframførslu í Havn. Tá spældu studentar Holberg á donskum. Í 1880'unum vóru fyrstu leikirnir skrivaðir og spældir á føroyskum. Havnar Sjónleikarfelag varð stovnað í 1918 og Sjónleikarhúsið var innvígt í 1926. Frá umleið 1960 fór Havnar Sjónleikarfelag undir miðvíst at menna virksemi sítt listarliga, tá Føroya fyrsti útbúni yrkissjónleikari Eyðun Johannessen fór at arbeiða har sum leikstjóri og sum fyriskipari av skeiðum fyri sjónleikarar. Hetta virksemið helt fram til seinast í 1970'unum. Yrkissjónleikur kom ikki í gongd í Føroyum fyrr enn í 1977, tá sjónleikarbólkurin Gríma varð stovnaður. Bólkurin hevði ikki egin høli, men leigaði seg inn frá verkætlan til verkætlan. Í 1998 fekk Gríma fyri fyrstu ferð sítt egna sjónleikarhús, tá salurin í Gamla Meiaríi varð tikin í nýtslu. Hóast trong fíggjarlig kor helt Gríma fram við virksemi sínum líka fram til 1. januar 2005, tá Tjóðpallur Føroya byrjaði virksemi sítt og tók yvir hølini. Tjóðpallur Føroya er ein almennur stovnur og er einasta yrkissjónleikarhús í Føroyum. Tjóðpallurin heldur til í Gamla Meiaríi. Jens Fink-Jensen. Jens Fink-Jensen er føddur 19. desember 1956 í Keypmannahavn, rithøvundur, lýrikari, fotografur og tónasmiður. Byrjaði sítt rithøvundavirkið innan fagrar bókmentir í 1975 við stuttsøguni "Juni 1995". Stuttsøgan stóð at lesa í dagblaðnum ”Information”. Í mai 1976 komu fýra yrkingar ”Hvedekorn” nr. 76/1. 19.10.1981 kom bókin við yrkingarsavninum "Verden i et øje". Bókin í óbundnum máli við stuttsøgusavninum "Bæsterne" kom 5.6.1986. 18.3.1994 kom út barnabókin "Jonas og konkylien". Jens Fink-Jensen er nýmálsligur studentur frá Herlufsholm Kostskole í 1976. Síðani gjørdi hann herðskyldu og næm sær útbúgving í Kongaliga Danska Lívgardanum. Hann gjørdist arkitektur (MAA.,cand.arch.) frá Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn 1986, og tók prógv sum multimediedesignari frá sama staði í 1997. Sum limur í upprunaliga bólkinum av rithøvundum í 1980-unum, sum savnaðust í bólkin rundan um Hvedekorn blaðstjóran Poul Borum, skipaði Jens Fink-Jensen í 1980 eitt nú saman við rithøvundastarvsfelagnum Michael Strunge, ”NÅ!!80” i Huset, Keypmannahavn. Jens Fink-Jensen ferðast við multigmedielýrikkshowum - við at lesa upp yrkingar, sýna egin dias og synthesizierkompositiónir á studentaskúlum og festivalum saman við keyboradspælaranum Fredrik Mellqvist og saxofonistiunum Jens Severin. Jens Fink-Jensen hevur eitt nú gjørt fotoframsýningarnar "Sydens Skibe, Bejjing Ansigt", yrkinga/fotoframsýningina "OrdBilleder" og ljóðdiasshowið "Øje på verden – om bøgernes råstof". Í 1999 kom út yrkingasavnið "Nær afstanden", á arabiskum, og var tað Jamal Jumas, sum umsetti til arabiskt. Forlagið Alwah, í Madrid útgav savnið, líka sum nakrar yrkingar herfrá stóðu at lesa í dagblaðnum ”Al-Quds Al-Arabi” (London, 1996) og tíðskriftið ”Nizwa”, Oman í 1999. Eksterne henvisninger. Fink-Jensen, Jens Fámjinsskjalið. Fámjinsskjalið er eitt skjal ímillum Danmark og Føroyar. Skjølini vórðu undirskrivað í Fámjin tann 29. mars 2005. Innihaldið av skjalinum kan lesast á wikisource. Gjaldoyra. Gjaldoyra er peningseind í einum landi. Peningur er rætt og slætt pappírslepar og smá metalpetti, sum myndugleikarnir hava givið okkum at gjalda við, tá ið vit keypa. Tað hevur tí einki at siga, hvørjum tað er, vit gjalda við, bara fólk eru samd um virðið á gjaldoyranum. Í gomlum døgum hava fólk ymsastaðni í heiminum brúkt til dømis neyt, tubbak, te og metal sum gjaldoyra. Fyri meira enn 2000 árum síðan gjørdu fólk pengar av dýrum metalli, til dømis silvuri og gulli. Men fyri 1000 árum síðan fóru kinverjar at brúka pengaseðlar, t.e. pappírslepar, sum bankin lovaði at taka og lata gull í staðin. Fyrstu kinversku pengarnir vóru gjørdir úr bronsu og høvdu skap sum amboð. Í langar tíðir gav eisini Tjóðbanki Danmarkar henda umbýtingarrætt, men varð hann avtikin í 1931. Elstu myntirnir eru næstan 3000 ára gamlir og eru úr Lýdia í Turkalandi. Í dag eru myntir helst tað, vit kalla smápengar. Pengaseðlar eru størri upphæddir, teir eru torførir at falsa og nógv lættari enn myntir. Pengaseðlar eru gjørdir úr serligum pappíri. Vatnmerki er á teimum. Tað sæst, um tú heldur seðilin upp móti ljósi. Stjórnirnar í teim ymsu londunum geva út pengaseðlar og svara fyri virðinum, sum er skrivað á teir. Á seðlunum eru mynstur og myndir, sum eru sera torfør at falsa. Tað er bannað at falsa ella prenta pengaseðlar, og tey, ið falsa pengaseðlar, skulu rokna við harðari revsing. Danski Tjóðbankin hevur einkarrætt at gera føroyskar og danskar pengaseðlar. Fyri at tryggja okkum ímóti falsan, er ein plasttráður ella metaltráður drigin ígjøgnum pappírið. Allir seðlarnir eru eisini talmerktir. "Den Kongelige Mønt" (partur av Tjóðbanka Danmarkar) hevur eisini einkarrætt at sláa mynt. Hvør einstakur myntur hevur serstakt snið og eitt tal, sum sigur, hvussu nógv hann er verdur, og árið, hann er sligin. Pengaseðlar og myntir hava enn stóran týdning sum gjaldoyra, men reiðipeningur verður alt minni brúktur millum manna, í staðin fara vit at gjalda fyri okkum á annan hátt, til dømis við plastkorti. Vídd. Víddin er støddin á einum yvirflata. Alisfrøði. Alisfrøði er læran um náttúruna í breiðasta høpi. Alisfrøðingar granska samanspæli millum massa, rúmd og tíð og royna at seta hetta í støddfrøðiligar lógir. Vísindini alisfrøði hevur verið nevnd náttúruheimspeki. Navnframir alisfrøðingar hava roynt at svara spurningum, so sum “hvat heldur okkum at Jørðini” ella “hvat er tíð?”. Alisfrøðingar hugsa seg fram til ymisk ástøði og gera royndir. Royndirnar kunnu so prógva, um ástøðið er satt. Royndir at kanna ymisk fyribrigdi kunnu eisini gera, at komið verður fram á nýggj ástøði. Nógv av hesum ástøðum eru so væl prógvað, at tey nú kunnu roknast at vera náttúrulógir. Týskarin Albert Einstein bar í 1905 fram sítt tilmunarástøði, sum m.a. sigur, at einki fer skjótari enn ljósið. Alisfrøði eru vísindi um orku og evni. Tær ymsu greinirnar í alisfrøði fevna um eitt veldugt øki, heilt frá atomum til rúmdina. Stjørnufrøðingar brúka alisfrøðina at fáa greiði á upprunanum og byggingarlagnum í jørðini. Sólini og teimum fjaru stjørnunum. Hesa alisfrøði rópa vit "stjørnualisfrøði". Virðisbrævamarknaður Føroya. P/F Virðisbrævamarknaður Føroya varð stovnað í 2000 við tí endamáli at reka ein marknað fyri føroysk virðisbrøv. Sosialurin. Sosialurin er eitt føroyskt tíðindablað ið kom út fyrstu ferð 24. mai 1927 sum "Føroya Social Demokrat". 14. apríl 1945 til 26. mars 1955 var navnið "Føroya Sosial-Demokratur" og eftir 2. apríl 1955 var tað "Sosialurin". Søgan. Sosialurin kom út fyrstu ferð 24. mai í 1927. Blaðið nevndist tá "Føroya Social-demokrat" og var málgagn hjá nýstovnaða Javnaðarflokkinum. Navnið broyttist eitt sindur við tíðini, so heitið fekk ein meira føroyskan dám, "Føroya Sosialdemokratur", men millum manna varð blaðið stutt og greitt kallað "Sosialurin", og í fimmtiárinum varð navnið broytt samsvarandi. Blaðið virkaði fyrst og fremst sum málgagn fyrstu mongu árini, men mentist kortini til eitt tíðindablað. Hendan menning tók serliga dik á seg í sjeytiárunum, tá fleiri blaðfólk vórðu sett í starv. Tá blaðið í 1982 flutti í nýggju blaðhúsini á Argjum - við egnari prentsmiðju í kjallaranum, var tað eitt sera stórt framstig. Gjøgnum áttati- og nítiárini hevur blaðið lagt størri og størri dent á at gerast eitt veruligt tíðindablað og kjakblað, sum kundi hýsa øllum sjónarmiðjum. Í 2000 løgdu Sosialurin og Dimmalætting prentsmiðjurnar saman í eina stóra prentsmiðju, sum hevur til húsa í hølum Dimmalættingar. Bæði bløðini arbeiddu í hvør sínum lag við at útbyggja prentsmiðjurnar - men samstarvsviljin vann tó, og báðir partar samdust um at leggja saman prentvirksemið. Í 2004 gjørdi Sosialurin av at flyta alt virksemið heim í gomlu handilshølini hjá Valdemar Lutzen í Vágsbotni í Havn, sum stóðu klár tann 15. apríl í 2005 - nevnd Miðlahúsið í Vágsbotni. Í februar í 2006 almannakunngjørdi Javnaðarflokkurin, at hann fór at selja alt blaðvirksemið, sum hevði við Sosialin at gera. Flokkurin var komin til ta niðurstøðu, at flokkurin ikki átti at eiga ein so stóran og týðandi miðil, sum Sosialurin var mentur til at vera. Endalig søluavtala varð gjørd í mai í 2006, tá Sp/F Miðlafelagið, sum leiðsla og starvsfólk á Sosialinum eiga, og Føroya Tele keyptu bæði partafeløgini aftan fyri Sosialin, Sp/F Sosialin og Sp/F Húsið fyri tilsamans 10 milliónir krónur. Á vári í 2008 keypti Miðlafelagið partabrøvini aftur frá Føroya Tele, og eigur Miðlafelagið nú allan partapeningin í Sp/F Sosialinum, sum er lagt saman við Sp/F Húsinum. Sp/F Sosialurin eigur eisini allan partapeningin í Sp/F Miðlavarpinum, sum í 2007 keypti Rás2. Frá 2010 eru tað Sosialurin og Nema, sum eiga P/F Prentmiðstøðina í felag. Sosialurin eigur 34 prosent og Nema 66%. Á vári 2011 keypti Sosialurin VikuBlaðið, sum er eitt lýsingarblað, sum verður borðið í hvørt hús í landinum hvørt mánakvøld. Sosialurin, Rás2, VikuBlaðið og in.fo verða rikin úr Miðlahúsinum í Vágsbotni. Átrúnaður. Átrúnaður ella religión snýr seg um, at menniskjað á ein ella annan hátt stendur í samband við maktir uttanfyri menniskjað, sum hava ávirkan á lív og umstøður menniskjans. Menniskju hava til allar tíðir havt sinar átrúnaðir. Fra nátturureligion og persónligum spiritualiteti til trúnna á fleiri gudar til trúnna á ein Guð. Fyri hvønn átrúnað sær kann ein hyggja at ymsum síðum, t.d. læru, ritualum, menniskjafatan, gudsfatan o.s.fr. Dømir um átrúnaðir. Dominerandi religiónir i heimsins londum, trýst á kortið fyri at fáa eina størri mynd. Átrúnaður í Føroyum. "Høvuðsgrein: Átrúnaður í Føroyum" Flestu føroyingar hoyra til fólkakirkjuna. Av teimum, sum hoyra til fólkakirkjuna, eru kanska umleið 10% knýtt at Heimamissiónini. Hin føroyska heimamissiónin er føroyska greinin av Dansk Indremission. Eini 12 % av føroyingum halda seg til Brøðrasamkomuna. Hesi standa fyri tað mesta uttanfyri fólkakirkjuna. Í Føroyum eru fleiri trúarbólkar - nógv teir flestu kristnir. Tónleikur í Føroyum. Talan er altíð um ein definisjónspurning, tá ið vit seta etikett á populertónleik. Nær er talan um rokk, nær er tað country og so framvegis, tí genrurnar eru mangan blandaðar. Og serliga trupult verður tað, tá ið ein skal útgreina undirbólkar av teimum ymsu genrunum. Í Føroyum er tað kanska uppaftur truplari at gera hetta býti, tí mangan ganga somu tónleikarar aftur í ymsum útgávum, sum sínámillum umboða ymisk "sløg" av tónleiki. Hetta er orsøkin til, at yvirlitið niðanfyri ikki er skipað eftir genru, men heldur eftir persónum. Kristindómur. Kristindómurin varð til fyri 2.000 árum síðan. Stovnari var Jesus Kristus, ið varð føddur í Betlehem í Ísrael. Jesus var føddur jødi, men fór at leggja út jødisku skriftirnar øðrvísi enn teir skriftlærdu. Eftir at hann var deyður, varð læra hansara skrivað niður, og er tann parturin av Bíbliuni, sum verður róptur Nýggja Testamentið. Tey kristnu trúgva á ein Gud, og at Jesus er sonur Guds. At hann reis upp frá deyðum, og at tey, sum trúgva á hann, skulu eiga ævigt lív. Tekn kristindómins er krossurin, sum Jesus doyði á. Bakgrund. Í fyrstu øld e.Kr. stóð Ísrael undir rómverskum valdi, hóast tað var ímóti jødafólksins vilja. Um ár 30 fór smiðurin, nevndur Jesus, at prædika. Læra hansara varð væl umtókt og mong fylgdu honum. Men høvuðsprestarnir og hinir elstu í jødiska samfelagnum løgdu Jesus undir at spotta Gud og villeiða fólkið. Teir fingu rómverska landshøvdingan Pontius Pilatus at fáa hann fyri rættin. Hann var funnin sekur í gudspottan og krossfestur um ár 33. Viðhaldsfólk hansara hildu hann vera Messias, "hin útvalda" - á grikskum "Khristos", haðan navnið á trúarlæru hansara - kristindómur - er komið. Ein maður, sum í fyrstuni eldhugaður stríddist ímóti læru Jesusar, men brádliga varð umvendur, var ein lærdur jødiskur tjaldmakari úr Tarsos í Lítlaásia. Hann æt Saul - betri kendur undir navninum Paulus. Lív sítt vígdi hann til at boða nýggju trúnna og gjørdist ein av oddamonnum hennara. Í fyrstuni vóru tað næstan bara tey, sum kendu Jesus og høvdu fylgt honum, ið hugsaðu um krossfestingina og trúðu, at hann var risin upp frá deyðum. Men eftir rættiliga stuttari tíð var læra hansara borin um rómverska heimin, og í 313 var kristindómurin alment góðkendur í Rómaríkinum. Bíblian. Kristin fólk trúgva, at Bíblian er innblást (inspirerað) av Gudi. Bíblian er býtt í tveir høvuðspartar: Gamla Testamenti (heilaga skrift jødanna) og Nýggja Testamenti, skrivað í 1. øld við ápostlunum sum heimildarmonnum. Heilaga kvøldmáltíðin. Kvødið fyri, at hann doyði, át Jesus sína seinastu máltíð saman við lærusveinunum, og hann breyt breyð og gav teimum at eta og vín at drekka. Allir drukku úr sama kaliki, og hann bað teir gera tað so ofta, teir kundu, til sínar áminningar. Alt frá tí degi hava kristin fólk býtt breyð og vín í einum rituali, sum verður kallað "evkaristi", ella altargangur. "Evkaristi" er grikskt og merkir at veita tøkk. Vanliga er tað prestur, sum gevur fólkið breyð og vín, tá ið altargangur er í kirkjuni. Pávi. Pávin í Vatikan í Róm er hægsti myndugleiki fyri Rómakirkjuni. 900 milliónir eru rómversk-katólskar. Kristindómurin fer í tvíningar. Søga kristindómsins er merkt av aldagomlum stríði og sundurlyndi, og tey kristnu hava mangan gjørt seg sek í mannjagstran, píning og blóðúthelling framt í Guds navni. Longu áðrenn Konstantin keisari í 313 viðurkendi tey kristnu í Rómaríkinum, høvdu nakrar kristnar samkomur tikið seg burtur úr almennu kirkjuni, og sum tíðin leið, gjørdust tær alt fleiri í tali. Í mong hundrað ár var kristindómurin í tveimum høvuðsbólkum: Katólska rómakirkjan í Vesturevropa, har pávin í Róm var hægstur, og ortodoksa kirkjan, sum eysturrómverski keisarin í Konstantinopel stóð á odda fyri til í 1453, tá ið turkar tóku býin, og patriarkurin í Moskva gjørdist hægsti kirkjuligi myndugleiki fyri ortodoksu kirkjuni. Í Vesturevropa slitu trúbótarmenn sum Luther og Calvin seg leysar frá yvirræði pávans í Róm. Teir og viðhaldsfólk teirra vórðu nevndir protestantar. Teir ruddu slóð fyri protestantisku kirkjunum, sum er nú á døgum. Henda gongdin heldur enn fram, og tí eru mangar ymiskar kirkjur. Hóast sundurlyndi er kristindómurin komin til næstan øll lond. Nú á døgum er slakur triðingur av øllum heimsins fólki kristin. Nú á døgum gongur kristindómurin skjótast fram sunnan fyri Sahel og Sahara í Afrika og í ásiatiskum londum, til dømis Kina og Suðurkorea. Kristin mest forfylgd. Korini hjá kristnum fólkið eru versnað nógv seinastu árini vísir ein nýggj kanning. Tað er frágreiðingin "Persecuted and Forgotten 2007/2008" frá felagsskapinum Aid to the Church in Need (ACN), sum slær fast, at tey kristnu eru tey mest forfylgdu í heiminum. Umleið 550 milliónir kristin verða forfylgd ella gjørd mismun á á ymsan hátt í dag. Tó er støðan batnað ymsastaðni í heiminum, serliga á Kuba og í Kina, meðan støðan í Irak og Iran er vorðin verri seinastu tíðina. Felagsskapurin Evangelisk Alliance metir, at fleiri enn 200 milliónir kristin í 60 ymiskum londum verða atsøkt vegna teirra trúgv. Tey ringastu londini eru Norðurkorea, Saudi-Arabia og Iran. Eisini muslimar, buddistar og onnur trúgvandi uppliva átrúnaðarligar atsóknir, tí trúarfrælsið er tann mannarætturin, ið oftast verður skúgvaður til síðis, men kristin eru tó tann størsti bólkurin, sum upplivir hetta. Heilt einfalt tí kirkjan veksur mest í londum, har mannarættindi ikki verða vird. Nógv menniskju uppliva atsóknir vegna etniskar, sosialar og politiskar ósemjur. Til ber hinvegin at tala um atsóknir vegna trúgv eina, tá ið menniskju kunnu fáa betri viðurskifti í landinum við at skifta átrúnað til høvuðsátrúnaðin í landinum. Vit kunnu tala um atsóknir, tá ið menniskjunnar mest grundleggjandi rættindi ikki verða vird, og tað hevur líðing við sær. Fleiri hundraðtúsund menniskju verða dripin, uppliva sera ógvusligan harðskap, verða seld sum trælir, verða sett í fongsul, verða pínd, hótt, diskriminerað ella handtikin, bara tí at tey eru kristin. Ovast á listanum er Norðurkorea, og hetta er sjeynda árið á rað, at Norðurkorea verður mett sum tað mest fíggindaliga landið mótvegis kristindóminum. Har verður sagt, at kristindómurin er skaðiligur fyri landið, vil Open Doores verða við. Felagsskapurin sigur, at umstøðurnar eru vanlukkuligar í Norðurkorea. 50.000 kristin eru í arbeiðslegum, og dagliga verða kristin fólk bukað, pínd ella dripin orsaka av teirra trúgv. Av teimum 10 londunum ovast á listanum hjá Open Doors eru sjey muslimsk lond. Í Somalia vóru tað fyri fáum árum síðani bara nøkur fá hundrað kristin. Í dag er talið minst 5.000. Men tá tey kristnu gerast fleiri, metir muslimski meirilutin tey sum eina størri hóttan, og tí verða tey forfylgd, sigur Stig Magne Heitmann, leiðari fyri norsku deildina hjá Open Doors, við Vårt Land. Hann sigur, at ein týskur stovnur hevur staðfest, at 75 prosent av teimum, sum verða forfylgd fyri sína trúgv, eru kristin. Ímyndir. Í kirkjunum eru ofta ímyndir, sum hava ávísan týðing í kristnum høpi. Tey eru vorðin til í fyrstu kristnu kirkjuliðunum, tá ið tey flestu fólkini ikki dugdu at lesa, og upp gjøgnum tíðirnar eru aðrar kristnar ímyndir og myndir komnar afturat. Nógvastaðni í útlondum prýddu tey kirkjurnar við málningum, sum málaðir vóru á veggirnar innan í kirkjunum. Ringastu brotsmenninir í Rómverjaríkinum vórðu krossfestir, og rómverjar lótu teir hanga á krossinum, til teir doyðu. Tí var ein krossur vanæruligt merki, til Jesus varð krossfestur. Eftir tað gjørdist m.a. krossurin eyðkenni hjá teimum kristnu. Skipið í kirkjuni er ein ímynd av, at eins og skipið verjir okkum móti vandum á sjónum, soleiðis verjir kirkjuskipið ella kirkjan við boðskapi sínum okkum móti vandum á okkara ferð gjøgnum lívið. Vit heingja eisini skip upp í kirkjuni at minnast, at Jesu læruveinar vóru fiskimenn. Hesi skipini kunnu somuleiðis minna okkum á, at Gud bjargaði Nóa undan flóðini miklu, tá ið hann bað Nóa byggja sær skip. Ólavsøka. Ólavsøka verður hátíðarhildin 28. og 29. juli og er tjóðarhátíð føroyinga. Í túsund ár hava føroyingar hildið hátíð fyri sameiningini av politikki og kristindómi á deyðadegi Ólavs Heilaga. Hesin Noregs kongur fall í bardaga á Stiklastøðum hin 29. juli 1030 og gjørdist halgimenni norðmanna. Deyðadagur hansara gjørdist tingdagur føroyinga. Føroyingar vóru teir einastu norðurlendingar, sum settu ting á ólavsøku. Eingin veit rættuliga hví. Men hon verður hildin enn í dag í Tórshavn, tá ið tingmenn, kirkjumenn og høgir embætismenn ganga í skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Dómkirkjuna til guðstænastu og niðan aftur í Løgtingið, sum verður sett hvørt ár á ólavsøku. At tinghald og ólavsøka hoyra saman er hjá føroyingum ein næstan túsund ára mentanarlig siðvenja. Hátíðarhald hevur helst altíð verið í sambandi við tinghaldið. Vit vita frá gomlum keldum, at nógv fólk kom til Havnar á ólavsøku. Sambandið millum Løgting og kirkju er eisini gamalt, tó helst ikki eldri enn 1609, tá ið fyrsta kirkja varð bygd í Tórshavn, úti á Reyni. Í 1673 skrivaði prósturin Lucas Debes, at hvør tingdagur byrjaði við guðstænastu í Havnar kirkju. Núverandi Havnar Kirkja, Dómkirkjan, varð bygd í 1788. Í dag er skrúðgongan ein fastur partur av ólavsøkuni. Tað tykist at hava verið ógvuliga ymist, sum skrúðgongan hevur verið skipað. Í hvussu er var eingin føst skipan, t.d. um raðfylgjuna. Við hvørt hevur eisini politisk ósemja verið um henda spurning. Tað hevur ikki enn eydnast at fáa eina fasta skipan. Men kortini - so sæst á hvørjari ólavsøku enn í dag hitt gamla sambandið millum ting og kirkju. Og hin stóra mannfjøld, sum hvørt ár skoðar skrúðgonguna við løgtingsmonnum, prestum og donskum embætismonnum úr løgtingshúsinum oman í Dómkirkjuna og niðanaftur, væntar at síggja hesa sjón ár um ár. Santiago de Compostela. Santiago de Compostela er høvuðsstaður í tí sjálvstýrandi Galicia, sum liggur í útnyrðingshorninum av Spania, og hevur umleið 94,000 íbúgvar (ár 2008). Býurin er uppkallaður eftir Jakob eldra, ið var ein av teimum 12 apostlunum hjá Jesus. Grøv hansara er í dómkirkjuni (katedralinum) í býnum. Síðan miðøldina hava pílagrímar gingið pílagímsgongu til grøvina. Vanligt er, at fólk ið hava vitja grøvina, seta eina Jákupsskel á klæði síni, sum eitt tekin um at tey hava verið har. Gamli býarparturin av Santiago de Compostela kom á listan hjá UNESCO yvir heimsarv í 1985. Býurin hevur egið fróðskaparsetur. Í 2000 var býurin Evropiskur mentanarhøvuðsstaður. Sørvágsvatn. Sørvágsvatn, verður í Vágum eisini nevnt Vatnið og í nýggjari tíð eisini Leitisvatn, liggur í Vágum og er størsta vatn í Føroyum, 3,4 km2 til víddar. Sørvágsvatn liggur millum bygdirnar Sørvág, Miðvág og Vatnsoyrar. Vatnið liggur í einum av náttúruvakrastu økjum í landinum. Vanligt hevur verið at fiska síl í vatninum. Undir krígnum var vatnið sjóflogbreyt hjá enskum flogførum, og flúgvarabedingin, sum nú er tilhald hjá húsvognum, ber enn boð um hetta. Tað liggur í Vágum, stutt frá Vága Floghavn, og kallast Leitisvatn í bygdunum eystanfyri vatnið, meðan sørvingar kalla tað Sørvágsvatn. Sørvágsvatn liggur í 32 metra hædd í einum breiðum dali millum fjøllini á sunnara parti av Vágum. Vatnið er 3,56 km2 í vídd, uml. 6 kilometrar langt og uml. 800 metrar har tað er sum breiðast. Miðaldýpið er 27,5 metrar og har tað er djúpast, 59 m. Frárenslið er tann stutta Bøsdalsá, sum rennur út av berginum í Bøsdalafossi, beinleiðis á sjógv. Suðursíðan av Vágum er illa jarðslitin og eyðkend fyri bratta bjargalendið, m.a. forbergið Trælanípan, sunnanfyri Bøsdalafoss. Strondin er mest hella og leyst smágrót, men norðasti endin av vatninum hevur sandstrond. Við norðurendan liggur annars einasta innlandsbygd í Føroyum, Vatnsoyrar. Seinni heimsbardagi. Undir Øðrum heimsbardaga, áðrenn floghavnin varð bygd, nýtti bretska hersetingarvaldið vatnið at lenda á við sjóflogførum, ið vardu føroysku havleiðirnar og annars fluttu manning og tilfar til hernaðarstøðina. Tað finnast enn mangar slóðir og toftir eftir virksemið hjá bretska hervaldinum við Sørvágsvatn. Símun av Skarði. Símun av Skarði (3. mai 1872 - 9. oktober 1942) var fólkaháskúlastjóri í Tórshavn. Hann var lærari og stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Setti saman við Rasmusi Rasmussen háskúlan á stovn 1899. Var eisini skald, yrkti m.a. tjóðsangin "Tú alfagra land mítt". Saman við Símun Paula úr Konoy gav hann út fyrsta føroyska barnablaðið, Ungu Føroyar (1907-10 og 1914-15). Símun av Skarði var í nøkur ár løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Skandinavia. Skandinavia er norðasti partur av Evropa. Men fólk, lond og mál eru ikki heilt samd í, hvat Skandinavia umfatar. Hjá norðurlendingum umfatar Skandinavia vanliga: Danmark, Noreg og Svøríki. Skandinavia umfatar skandinavisku hálvoynna og harafturat, tó mest av søguligum orsøkum, Danmark. Onnur uppfata Skandinavia sum tey norðurlendsku londini, men tað gera [norðurlendingar tó ikki. Kort yvir Skandinavia og Norðurevropa Mál. "Høvuðsgrein: Norðurgermansk mál" Málini í Skandinavia eru trý: norskt, svenskt og danskt. Politiska samansetingin gjøgnum tíðina. ¹ Fyrstu íslendingar vóru av norrønum uppruna, eina mest úr Noregi, og av keltiskum uppruna. Føroyska krónan. Føroyska krónan hevur sama virði sum danska krónan (DKK). Serligir føroyskir seðlar verða prentaðir til nýtslu í Føroyum, hóast føroyskir myntir ikki verða slignir. Føroyskir pengaseðlar eru viðurkendir, men tá ið Føroyar ikki hava egið gjaldoyra, er ein føroysk króna tað sama sum ein donsk króna. Søgan um føroysku krónuna. Tíggju krónur juni 1940, stemplaðir av Amtinum. Undir seinna heimabardaga varð sjálvstøðug føroysk króna stovnsett. Føroyska krónan varð við lóg ásett at vera 1/20 av enska pundinum. Hesi bæði gjaldoyruni vóru tá í einari sonevndari "Currency board"-skipan, sum merkir, at tvey gjaldoyru ella fleiri eru sett beinleiðis í lutfall til hvørt annað. Minkar eitt í virði, so minkar hitt ella hini við. Orsøkin til stovnanina av føroysku krónuni var týska hersetingin av Danmark. Í Føroyum hildu danskir myndugleikar formliga fram at vera til. Sambært føroyskari løgfrøði varð Danmark ongantíð hersett, men flutt í Amtmansborgina í Havn. Amtmaður umsat so at siga alt, sum danskir myndugleikar undan honum høvdu gjørt. Tí varð krónan ikki avtikin, hon helt fram at vera til, óheft av veruligu donsku krónini. Í fyrstu atløgu fingu danskir seðlar eitt stempul frá amtmanni, sum segði frá, at seðilin bara var galdandi í Føroyum. Seinni vóru tó serligir seðlar prentaðir og myntir slignir til føroyska nýtslu. Hesir nýggju føroysku pengarnir vórðu framleiddir í Onglandi. Føroyska gjaldoyrað varð verandi soleiðis líka til 1949, hóast seinni heimsbardagi endaði í 1945. Heimastýrisskipanin kom ikki í gildi fyrr enn í 1948, og ikki fyrr enn eftir hetta varð føroyska krónan broytt til tað, hon er í dag. 12. apríl 1949 kom lóg í gildi, sum ásetir, at Føroyar hava egið gjaldoyra, sum eitur ein króna. Og lutfallið millum føroysku og donsku krónuna er 1 króna = 1 krone. Í lógini verður eisini ásett, at serligir føroyskir seðlar verða prentaðir til nýtslu í Føroyum. Men eingir serligir føroyskir myntir verða slignir. Danskir myntir verða brúktir í Føroyum. Lógin hevur gildi enn. Tí er, sambært lóg, einasta lógliga gjaldoyra í Føroyum hin føroyska krónan (og danskir myntir), sum tó hevur sama virði sum hin danska. Hetland. Hetland (enskt "Shetland", skotskt gæliskt: "Sealtainn", skotskt: "Ȝetland/Zetland") er ein oyggjabólkur norður úr Skotlandi. Formliga er Hetland partur av Skotlandi, sum formliga er partur av Sameinda Kongaríkinum í Stórabretlandi. Hetland verður ofta roknað sum nærmasti granni hjá Føroyum, men hetta er ikki rætt. Úr Sumbiarenda til vestastu oynna í Hetlandi, Foula (føroyskt: "Fugloyggin"), eru 150 fjórðingar ella 282 km; men úr Sumbiarenda til North Rona í Hebridunum eru bara 260 km, sum sostatt er nærmasti granni hjá Føroyum. Av oyggjunum í Hetlandi, sum eru 117 í tali, er ein nógv tann størsta, Mainland (Meginlandið). Á henni eru størstu býirnir: Lerwick, 350 ára gamal, og Scalloway, gamli høvuðsstaðurin. Søga. Hetland var í fornøld bygt av piktum, sum annars vóru í Norðurskotlandi. Men tá norðbúgvar fóru at búseta seg har um 800, vóru piktarnir helst horvnir. Eins og í Føroyum var eitt Alting, har allir frælsir menn kundu møta og allar ósemjur vóru loystar. Hetland var ogn hjá norsku krúnuni eins og Føroyar. Men 28. mai 1469 var Hjaltland, sum tað æt tá, pantsett fyri 8000 rínskar gyllin til skotakong. Hetland hevur verið skotsk ogn síðani. Lógirnar, sum hetlendska Altingið gjørdi í sínari tíð, eru ongantíð settar úr gildi. Hetta merkir, at Hetland verður stjórnað sambært gamlari norrønari lóg, hóast Altingið langt síðani er farið í søguna. Politikkur. Av 22 limum í Hetlandsráðnum, sum er hægsti myndugleiki í Hetlandi eftir fólkið, eru 5 valdir politiskt (liberal-demokratar). Í Skotska Tjóðartinginum síggjast politiskir flokkar betur aftur. Ein liberal-demokratur er valdur at umboða Hetland beinleiðis við Hetlandi sum valdømi. Men Skotland hevur tvey sløg av valdømum, og Hetland er partur av einum teirra. Í "Hálondunum og oyggjunum", sum er eitt valdømi ið umfatar Hetland, eru tveir limir valdir umboðandi Konservativa flokkin, tveir fyri Labourflokkin, ein fyri Grøna flokkin og tveir fyri Scottish National Party. Mál. Málið í Hetlandi er skotskt, men skotska málið í Hetlandi er serstakt og hevur m.a. fleiri norrøn orð enn onnur skotskt málføri, men eisini nógv hollendsk orð, sum úrslit av ovurstórari hollendskari hjáveru í Hetlandi síðan 1540 tá hollendski sildafiskiskapurin við Hetland tók seg upp. Serliga fólk í Lerwick, ið eisini bleiv róptur "Amsterdam of the North", dugdu ræðið hollendskt. Fyri tvey- trýhundrað árum síðani var norrøna málið Norn enn tosað av almúguni úti á bygd í Hetlandi, men tá kristna vekingin tók seg upp, fóru hesi at læra seg enskt fyri at kunna skilja bíbliuna, og tá almennur ensktmæltur skúli bleiv settur á stovn í Hetlandi, var síðsta stigið tikið til avtøkuna av norrøna málinum, tey seinastu ið dugdu málið livdu í fjarskotnu oyggjunum Unst og Foula. Tað sum livir eftir í dag, er serliga staðarnøvn, og nøkur navnorð ið lýsa fuglar, fisk og gamla bóndasamfelagið. Sagt hevur verið at hetlendskir fiskimenn brúktu hetta málið til samskifti í Føroyum, men fleiri keldur vilja vera við, at hesir hetlendingar heldur høvdu lært føroyskt, sum við teirra serliga framburði kundi ljóða sum okkurt fremmant, men tó skiljandi. Landafrøði. Hetland er millum Føroyar og skotska meginlandið. Landslagið líkist nakað aftur í tað í Føroyum, men Hetland er betur vallað, og fjøllini eru ikki so høg, tað hægsta, Ronas Hill, er bara 480 m. Veðurlagið er nakað sum í Føroyum, heldur eitt sindur lýggjari. Fair Isle er umleið mitt millum Hetland og Orknoyar, men verður ofta roknað sum partur av Hetlandi og umsitin haðani. Outer Skerries eru eystan fyri oyggjabólkin. Høvuðsvinnurnar í Hetlandi eru. Brennivínsframleiðsla er ein nýggj og lovandi vinna í Hetlandi. Súsanna Helena Patursson. Súsanna Helena Patursson livdi frá 27. august 1864 til 15. desember 1916. Hon er fødd í Kirkjubø og foreldur hennara vóru kongsbóndi "Poul Peder Pedersen" (Páll Patursson) (1836-1893) og "Ellen Cathrine Djonesen" (Elin Dalsgarð) (1840-uml. 1866). Helana var fyrsta føroyska kvinnan, sum er kend fyri at stríðast fyri rættindum hjá kvinnum og at arbeiða fyri javnstøðu millum kynini. Hon skrivaði fyrsta sjónleikin á føroyskum máli og útgav fyrsta føroyska blað fyri kvinnur, skrivað á føroyskum. Blaðið nevndist "Oyggjarnar". Meðan hon búði í Keypmannahavn bar hon so í bandi, at føroyskar kvinnur eisini kundu gerast limir í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn, hetta hendi í 1896. Hon var systir Jóannes Patursson og Sverra Patursson. Hon var ógift og átti ongi børn. Helenu Patursson til minnis. Hon ynskti sær sól og summar; og benda á beina leið - men fólkið svav og tað svevur enn, Nú ynskti hon bert at sova, brotin á legu hon lá. - Og deyðin, hann kom á vinarhátt, Og nú er tað hvíld friður. - Vár móðir í mold teg fjól. Gleði teg Harrin á evstu stund, Benadikt XVI. Bænadikt 16. pávi varð føddur "Joseph Alois Ratzinger" hin 16. apríl 1927 í býnum Marktl am Inn í Týsklandi. 86 ára gamli Ratzinger er konservativur, trúgvur móti lærusetninginum og berjist hart móti liberaliseringum í rómversku-katólsku kirkjuni. Hann var erkibispur í München, áðrenn hann gjørdist leiðari í deildini hjá Vatikaninum fyri spurningar um lærusetningin. Hesa støðuna brúkti hann millum annað til at berja niður suðuramerikonsku frælsisteologina, sum var ávirkað av marxismu. Ratzinger er kendur fyri at hava verið høgra hond hjá Jóannesi Páll 2. páva. Tann 85 ára gamli pávin Bænadikt 16. almannakunngjørdi 11. februar 2013, at hann fór frá sínum embæti, sum tann fyrsti pávin síðani Grækaris 12. í 1415. Orsøkin er, at pávin ikki longur metur seg hava heilsu til at halda fram. Eftir maður hjá honum gjørdist Frans pávi. Katólsk kirkja í Føroyum. Katólska Kirkjan í Føroyum telur umleið 270 fastbúgvandi katolikkar úr umleið 23 ymiskum londum (2017). Miðdepil fyri katólsku kirkjuna í Føroyum er Mariukirkjan í Tórshavn. Føroyingar verða tiknir upp í kirkjuliði við jøvnum millumbili, seinast var í juli 2020. Hin kendasti man einahelst vera William Joensen úr Sumba, bróður Pól F. Hann og Kinn Magnussen umboðaðu Føroyar, tá Jóannes Páll 2. pávi var í Danmark í 1989. Bæði vóru í føroyskum búnum, og bæði upplivdu tey at fáa tað heilagu kommuniónina frá Jóannes Páll páva. Søga. Árið 999 sendir Ólavur Tryggvason, kongur í Noregi, Sigmund Brestisson til Føroyar saman við prestum "at skíra fólkið og kenna teimum tað fremsta í teirri kristnu trúgv". Innihaldið í kristindóminum, kirkjulæran, var rómversk katólsk. Í árinum 1100 verða Føroyar skipaðar sum eitt bispadømi, og í 1111 varð fyrsti bispurin settur í Kirkjubø, har bispasetrið var. Har sótu tey næstu 400 árini 34 katólskir bispar. Tann seinasti av hesum var Ámundur Ólavsson, sum sat í embæti sínum til í 1538. Christian III hevði avtikið norska ríkisráðið í 1535, og gjørt Noreg (og Føroyar) til danskt land. 1537 avgjørdi kongur, at trúbótin skuldi galda fyri Noreg og hervið eisini fyri Føroyar. Við siðaskiftið varð gamla biskupsembætið avtikið, somuleiðis prestaskúlin; og øll tann jørðin, sum katólska kirkjan átti í Føroyum, fór undir kong. Kirkjumálið varð danskt. Eftir trúarfrælsið í 1849 vórðu royndir gjørdar at stovna katólsku kirkjuna aftur í Føroyum. Georg Bauer prestur, slektaður úr Bayern, kom til Føroyar í 1857. Hann bygdi eina kirkju í Rættará. Tá Bauer prestur umleið 1880 fór úr Føroyum, var eingin at taka við starvi hansara. Í 1900 var bert ein katolikkur í Føroyum. Hetta var ein kona, sum búði á Hvítanesi. Í 1931 varð katólska kirkjuliðið endurreist. Tveir nýlærdir prestar, E. G. Boekenogen og Thomas King, vildu fegnir átaka sær starv í Føroyum. Í húsi Fransiskanasystranna, ið komu til Føroya sama árið, varð ein lítil kirkja vígd tann 23. mai 1931. Millium tey fyrstu, ið leitaðu til kirkjuna, vóru nøkur gomul, sum í barnaárunum komu í kirkju hjá Bauer presti. Skjótt var kirkjan í Bringsnagøtu ov lítil, og saman við tí nýggja skúlanum, Sankta Frants skúla, sum Fransiskanasystrarnar lótu byggja eftir tekning hjá H.C.W. Tórgarð, arkitekti, varð eisini bygd ein vøkur kirkja, ið var vígd 19. desember 1933. Nýggja sóknarkirkjan, Mariukirkjan, stóð liðug í 1987 og var vígd við eini eukomeniskari gudstænastu í august 1987. Javnaðarflokkurin. Javnaðarflokkurin varð stovnaður 25. september 1925. Flokkurin er ein sosialdemokratiskur flokkur á Løgtingi. Javnaðarflokkurin átti inntil 2006 tíðindablaðið Sosialin. Blaðið varð selt til F Miðlafelagið, sum leiðsla og starvsfólk á blaðnum eiga. Síðani hevur F Miðlafelagið selt ein triðing av blaðnum til Føroya Tele. Flokkurin broytti í 2010 navn frá Føroya Javnaðarflokkur til Javnaðarflokkurin'". Søga Føroya Javnaðarfloks. Føroyski Javnaðarflokkurin varð grundaður í 1925. Í høvuðsheitum vóru tað teir somu, sum frammanundan høvdu lagt lunnar undir Socialistisk Ungdomsforbund (SUF) og Thorshavn Arbejderforening, ið tóku stig til at stovna flokkin. Tað er eisini mangt, sum bendir á, at gott samband var við danska Javnaðarflokkin, meðan fyrireikingarnar til floksstovnanina fóru fram. 25. september 1925 varð Suðurstreymoyar Javnaðarfelag stovnað á skrivstovuni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag úti í Tinganesi. M. S. Viðstein gjørdist fyrsti formaður. Nakrar mánaðir seinni stovnaðu fólk á Tvøroyri felagið Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag. Petur Mohr Dam var ein av høvuðsforsprákarunum. Í báðum førum eru tað somu fólk, sum vóru við til at stovna fakrørsluna her á landi, sum eisini gingu á odda at stovna javnaðarfeløgini. Sum kunnugt var Petur Mohr Dam lærari á Tvøroyri. Hann hevði eisini tætt tilknýti til arbeiðarafelagið á Tvøroyri Enigheden, har hann óløntur starvaðist tað mesta av ævi síni. Í 1926 gingu bæði javnaðarfeløgini saman um at stovna Føroya Javnaðarflokk við egnari politiskari skrá, sum í høvuðsheitum fylgdi hinum norðurlendsku javnaðarskráunum. Men henda skrá varð víðkað við 11 punktum, sum vóru um serføroysk mál. Týdningarmestu av hesum 11 punktunum vóru krøvini um nýggja og fólkaræðisliga útbúgvingarskipan, ein almennan fiskivinnubanka, umfatandi almannaverk, útstykking av almennari jørð til fæloysingar og almannager av stórhvalaveiðini. Til løgtingsvalið 1928 stillaði Javnaðarflokkurin upp fyrstu ferð. Men til fólkatingsvalið frammanunadan stillaði M. S. Viðstein upp móti tí frammanundan trygga valevni Sambandsfloksins Andrassi Samuelsen. M.S. Viðstein gav Sambandsflokkinum veruliga kapping. Tann 23. januar 1928 fekk Javnaðarflokkurin 671 atkvøður um alt landið t.e. 10, 6% av atkvøðunum og tvey umboð á ting nevniliga Petur Mohr Dam av Tvøroyri og M. S. Viðstein úr Tórshavn. Fyrstu árini vóru merkt av tætta samstarvinum millum flokkin og fakfelagsrørsluna, og tað eyðkendi eisini politikk floksins á tingi. Hetta sást aftur í uppskotum um tjóðartøkur, arbeiðsloysistuðul, almannaskipanir, broyting í jarðarviðurskiftunum og uppskotum um nýggja og øðrvísi skúlaskipan. Men við tí stóru borgarligu yvirvág, sum var í tinginum, hevði flokkurin smáar møguleikar at fáa ávirkan á førda politikkin. Men harafturímóti hevði politikkur Javnaðarfloksins á tingi stóra ávirkan á vanliga fólkið, sum livdi undir verri og verri korum øll tríatiárini. Flokkurin fekk eisini stóra framgongd til valið 1936, tá tað eydnaðist at fáa 6 limir valdar, 1 úr Eysturoy, 1 úr Suðurstreymoy, 1 úr Sandoy og 3 úr Suðuroy. Tey fyrstu árini vóru ikki uttan innanhýsis trupulleikar. Flokkurin hevði ilt við at halda lív í floksblaðnum Føroya Social-Demokrat. Hugsjónarlig ósemja fór eisini at gera um seg millum ein part við M. S. Viðstein, sum vildi halla seg til 3. Internationala, og ein annan við Petur Mohr Dam á odda, sum vildi fylgja sjónarmiðunum hjá norðurlendsku arbeiðararørsluni. Hetta innanhýsisstríð hevði við sær, at M. S. Viðstein í 1936 fór úr flokkinum og úr politikki. Hann livdi restina av lívi sínum sum typografur og skald. Síðandi leiddi Petur Mohr Dam flokkin við myndugleika og dugnaskapi til deyða sín 8. november 1968. Javnaðarflokkurin tók virkin lut í fyrireikingunum, sum førdu til Heimastýrislógina 1948. Javnaðarflokkurin tók av fullum huga undir við Heimastýrislógini og hevur virkað undir henni síðan. Flokkurin ásannar tó, at tíðin nú er komin at loysa Heimastýrislógina av við nýggja tíðarhóskandi lóg, Sjálvstýrislógina. Javnaðarflokkurin luttók í fyrsta landsstýrinum eftir nýggju skipani, men fór úr landsstýrinum 1950, og aftaná at hava verið andstøðuflokkur í 8 ár eydnaðist tað at fáa eitt gott val 1958. Flokkurin fekk umboð í øllum valdømum uttan Norðstreymoy - tilsamans 8 - og gjørdist størsti flokkur. Petur Mohr Dam gjørdist løgmaður í samgonguni við Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Í tíðini eftir gjøgnumbrotið 1958 hevur Javnaðarflokkurin luttikið í øllum landsstýrum, uttan 1963-67, 1981-85, 1989-91 og 1996-04. Síðani valið í 2004 hevur Javnaðarflokkurin havt leiðsluna av samgonguni millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Javnaðarflokkurin er limur í Norðurlendsku Arbeiðararørslusamtakinum (SAMAK) og hevur møtirætt í Socialistisk International (SI). SU, Sosialistiskt Ungmannafelag, varð stovnað í 1965. Tað er politiskt ungmannafelag við tilknýti til Javnaðarflokkin. SU er umboðað í leiðslu floksins á líkaføti við øll valfeløgini hjá flokkinum. SU stuðlar Javnaðarflokkin í flestu viðurskiftum, men hevur eisini havt serstøðu um serstøk politisk mál. SU er limur í FNSU, "Sosialistisku Ungmannafeløgini Í Norðurlondum", og IUSY, "Alheims Felagsskapurin Hjá Ungsosialistum". Javnaðarflokkurin stovnaði blaðið Føroya Social Demokrat, sum kom út fyrstu ferð 24. mai 1927. Seinni bleiv hetta til tíðindablaðið Sosialurin, har millum blaðstjórarnar kunnu nevnast Vilhelm Johannesen og Jan Muller. Blaðið var ogn floksins heilt fram til 2006. Í hesum tíðarskeiðið gjørdist Sosialurin størsta tíðindablaðið í Føroyum. Nýtt felag myndað av blaðleiðslu, starvsfólkum og Føroya Tele yvirtóku Sosialin og reka hann í dag sum fjølmiðlafyritøkan Miðlahúsið. 2019–2023. Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Javnaðarflokkurin 7 tingfólk vald. 2015–2019. Niðanfyri verða nevnd tey ið vóru vald inn fyri Javnaðarflokkin, eisini løgtingslimir ið seinni gjørdist leysgangarar ella fóru í annan flokk. Ávísingar úteftir. Føroya Javnaðarflokkur Nýtt Sjálvstýri. Sjálvstýri (fyrr Sjálvstýrisflokkurin og Nýtt Sjálvstýri) varð formliga stovnaður í 1909, men fekk umboð á tingi í 1906. Í 1906 varð Sambandsflokkurin, sum tann fyrsti politiski flokkurin her á landi, stovnaður. Umleið eitt ár seinni, varð Sjálvstýrisflokkurin formliga stovnaður. Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkarnir vórðu stovnaðir, tí sum flokkar skipaðu teir seg so við og við. Tó verður vanliga sagt, at Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin báðir vórðu stovnaðir í 1906. Sjálvstýrisflokkurin er sjálvstýrisflokkur. Tað merkir, at virkað verður fyri sjálvstýri frá Danmark. Málið er, at føroyingar taka fulla ábyrgd av tjóðini og fáa fullan avgerðarrætt fyri henni. Sjálvstýrisflokkurin er sosialliberalur og fyri, at samfelagið byggir á privata ognarrættin og á fyritakssemi hins einstakra. Flokkurin er tó fyri neyðugari almennari stýring. Flokkurin byggir á kristnu siðalæruna og vil verja trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar- og vinnufrælsi. Jóannes Patursson, sum gjørdist fyrsti formaður Sjálvstýrisfloksins, sat í Fólkatinginum frá 1. juni 1901 til 22. juni 1906 og í Landstinginum frá 13. mai 1918 til 3. februar 1920. Søga. a> í Sjálvstýrisflokkinum, men tá hann ikki varð valdur at stilla upp fyri flokkin í 1940, fór hann úr flokkinum. Hann hevði verið formaður floksins síðan hann varð stovnaður. Sjálvstýrisflokkurin varð formliga stovnaður í 1909. Sjálvskrivaði fyrsti formaður Sjálvstýrisfloksins var Jóannes Patursson. Á løgtingsvalinum 18. juli 1906 fingu sjálvstýrismenn 8 og sambandsmenn 12 umboð á ting. Av valtølunum fyri tey fyrstu løgtingsvalini sæst, at undirtøkan hjá sjálvstýrisflokkinum var ógvuliga ymisk í teimum ymsu valdømunum - líka fra 90,8 % niður í 11,4 % av øllum atkvøðunum. Tað eru ikki stórar broytingar tey fyrstu valini; tó hevur Sambandsflokkurin munin fram til 1. verðaldarbardaga. Stríðið hesa tíðina millum flokkarnar stendur mest um stjórnarligu støðu okkara í ríkinum, har sambandsmenn vilja varðveita verandi støðu sum amt í danska ríkinum, meðan sjálvstýrismenn vilja hava broytingar til størri sjálvsavgerðarrætt fyri føroyingar. Sum heild mundi mótstøðan móti Sjálvstýrisflokkinum frá donsku embætismonnunum vera størst, meðan Svenning Rytter var amtmaður í Føroyum 1911 til 1918. Men av valtølunum sæst eisini, at tá fer Sjálvstýrisflokkurin at ganga skjótt fram í atkvøðum, og í 1916 standa flokkarnir at kalla javnir. Í 1918 fær Sjálvstýrisflokkurin fyrstu ferð reinan meirluta á løgtingi. Sjálvstýrisflokkurin fekk ongantíð aftur reinan meirluta á løgtingi. Ein av orsøkunum mundi vera, at í 1928 stillar Javnaðarflokkurin upp í øllum valdømum uttan í Norðoya valdømi og fær tvey umboð á ting. Í 1936 fær Javnaðarflokkurin 6 umboð á ting, meðan tann nýstovnaði Vinnuflokkurin fær 2 umboð. Í 1938 kom nýggj jarðarlóg, sum nógvir stórbøndir vóru stórliga misnøgdir við, og tá teir við Jóannes Patursson á odda royndu at fá Sjálvstýrisflokkin at fella lógina, og teir ikki fingu meirlutan í flokkinum í sín part, vórðu teir so sintir, at teir fóru úr flokkinum, og Jóannes Patursson fór upp í Vinnuflokkin. Patursson hevði verið formaður floksins síðan hann varð stovnaður, og sjálvt um hann ikki varð afturvaldur í 1936, so var tað hann, sum mestsum myndaði flokkin við sama lag. Tá Patursson í 1940 saman við Vinnuflokkinum ger nýggjan flokk, Fólkaflokkin, fáa teir 6 menn á ting, og Sjálvstýrisflokkurin einans 4 menn. Longu sama ár minkar flokkurin við einum manni afturat, tá Rasmus Rasmussen fer upp í Fólkaflokkin. Tíðin undir 2. heimsbardaga varð ein hørð tíð í føroyskum politikki og serliga fyri Sjálvstýrisflokkin. Serliga ágangandi var Fólkaflokkurin, sum gjørdi alt fyri at jarðleggja Sjálvstýrisflokkin. M.a. komu teir fram við uppskoti um at broyta vallógina soleiðis, at flokkur skuldi hava minst ein umdømisvaldan mann fyri at fáa tillutað nakað eykaumboð. Hetta uppskot vann frama og úrslitið varð, at hóast Sjálvstýrisflokkurin í 1943 fekk 10,3 % av øllum atkvøðunum, so fekk hann ongan mann av teim 25 valdu tingmonnunum. Sama hendi á valinum í 1945. Á valinum 8. nov. 1946 fekk Sjálstýrisflokkurin aftur 2 menn á ting, S.P. Zachariasen fyri Norðoya valdømi og Louis Zachariasen fyri Suðurstreymoyar valdømi. Hetta var beint eftir fólkaatkvøðuna 14. september, og nú varð avrátt, at Sjálvstýrisflokkurin skuldi stilla upp saman við Javnaðarflokkinum, fyri at atkvøður ikki aftur hesaferð skuldu fara fyri skeyti. Flokkurin fær nú aftur ta ávirkan í føroyskum politikki, hann áður hevði havt. Hann fer í samgongu við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin og fær avgjørdan leiklut í teim tingingum, sum aftan á valið vórðu tiknar upp við donsku stjórnina um støðuna Danmark-Føroya ímillum í framtíðini, tingingar sum førdu til, at vit fingu heimastýrislógina 1. apríl 1948. Av teimum trimum samgonguflokkunum var Sjálvstýrisflokkurin tann nógv mest sjálvstýrisáhugaði, og tí var tað hansara lutur at fáa hesa lóg so rúmliga á sjálvstýrisleið sum til bar. Í fyrsta landsstýrinum, sum varð skipað í 1948, var Sjálvstýrisflokkurin umboðaður, og hann er tann flokkur á tingi, sum oftast hevur verið í samgongu. Hóast tingmanningin hevur ligið ímillum 1 og 3, so hevur flokkurin í nógvum førum havt ein avgerandi leiklut, tá samgonga skuldi skipast. Tískil hevur flokkurin havt størri ávirkan á politisku gongdina, enn talið av tingfólki annars kundu rættvísgera. Politikkur. Endamálið við politikki floksins er at skapa haldgott grundarlag fyri sjálvstýri Føroya. Málið er, at føroyingar taka fulla ábyrgd og fáa fullan avgerðarrætt fyri tjóðini. Sjálvstýri. Virkað verður fyri fullum sjálvstýri, at føroyingar gerast sjálvbjargnir, og at Føroyar verða viðurkendar sum tjóð. Grundlóg verður gjørd fyri Føroyar. Ríkisrættarliga støða Føroya verður løgd út til fólkaatkvøðu. Bert lógir, sum í síni heild eru samtyktar av Føroya Løgtingi eiga at galda í Føroyum. Føroyskur heimarættur og føroyskt pass eiga at verða staðfest. Fólkatingssessirnir verða tiknir av. Føroya løgmaður verður valdur beinleiðis av fólkinum. Tryggjast skal, at tilfeingið á landi, í sjógvi og undirgrund er ogn Føroya fólks. Undirgrundin út á hálva leið til næstu grannalond verður løgd undir føroyskt vald. Fíggjarmál. Fíggjarorka landsins verður grundað á tað vinnuvirði, sum samfelagið skapar. Peningakervi landsins eigur at vera føroyskt sermál. Langtíðaravtala verður gjørd við donsku stjórnina um fíggjarviðurskifti landanna millum, serliga blokkstuðulsskipanina og uttanlandsskuldina. Íleggingar verða langtíðarraðfestar. Løgtingsfíggjarlógirnar skulu javnviga. Skatta- og avskrivingarlóggávan verður tillagað soleiðis, at hon eggjar til privata uppsparing og arbeiðis- og vinnuskapandi virksemi. Bruttoskattaskipanin verður dagførd og víðkað, lagt skal verða upp fyri, at láginntøku- og barnaríkar familjur verða ikki fyri vanbýti. Skattagjaldið má í ongum føri fara upp um 50 %; toll- og merivirðisgjald á føroyskum vørum og tænastum verður endurskoðað og tillagað, so at tey gagna vinnulívinum. Orka. Vatn-, vind-, og aðrar nýtiligar orkukeldur verða at kanna og brúktar, tá ið tøknin og fíggjarliga grundarlagið eru í lagi, og raksturin væntast at bera seg. Tó má farast um náttúruna og umhvørvið við størsta varsemi. Føroyskt oljufelag verður sett á stovn. Dentur verður lagdur á at gera okkum tilbúgvin til at vera uppi í oljuvinnuni, tá olja verður funnin í føroysku undirgrundini. Føroyingar skulu hava fult ræði á øllum viðurskiftum í sambandi við rannsóknum og vinnu úr havbotninum ella slíkari vinnu á landi. Við áløgdum burturleggingum skal verða forðað fyri, at stórar tíðaravmarkaðar inntøkur til landið avskepla búskap og kappingarføri okkara á øðrum økjum. Heilsumál. Øllum borgarum verður tryggjað ókeypis lækna-, tannlækna- og sjúkraviðgerð, eins og læknakanning til tess at fyribyrgja sjúkum. Sjúkratryggingarskipanin verður dagførd og skipað til føroysku fyrisitingina at reka. Heilsumiðstøðir verða bygdar, har tørvur er á teimum. Lívsneyðugur heilivágur verður ókeypis. Uttanríkismál. Landsstýrið leiðir allar samráðingar við onnur lond um mál, ið viðvíkja Føroyum. Føroyar skulu eisini hava sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum. Virkað verður fyri linna í heiminum gjøgnum altjóða samstarv. Í teimum londum, sum vit samskifta við, eiga vit at nýta rættin til at seta egin umboð á donsku sendistovurnar. Sjálvstýrisflokkurin er ímóti føroyskum ES-limaskapi. Umboð á Løgtingi 2019 til 2023. Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Sjálvstýri 1 tingfólk valt. Varafólk, sum hava tikið sæti í Løgtinginum 2011-15. Bæði fyrsta og annað varafólk Sjálvstýrisfloksins hava tikið sæti á tingi, meðan Kári P. Højgaard var í landsstýrinum og onnur stytri tíðarskeið eftir at landsstýrismaðurin misti landsstýrissessin. Jógvan Skorheim var samstundis borgarstjóri í Klaksvík, tí tók hann ikki sæti í løgtinginum tað fyrsta gott hálva árið, í staðin tók Kristianna Winther Poulsen sæti í Løgtinginum. Keldur. Sjálvstýrisflokkurin Hin Stuttligi Flokkurin. Hin Stuttligi Flokkurin varð stovnaður í 2004. Flokkurin fekk 747 atkvøður til løgtingsvalið 2004. Hann hevði ikki nógvar limir umframt formannin Johan Dalsgaard (eisini kendur við navninum Johan í Kollafirði). Men í summum valsendingum var Rubek S. Lilaa við í kjakinum fyri flokkin. Slóðir. Stuttligi Flokkurin, Hin Johan Dalsgaard. Johan Dalsgaard (ella Johan í Kollafirði) (30. apríl 1966 í Keypmannahavn) er sjónleikari, tónleikari og skemtari og eitt stutt skifti eisini politikari. Í 2004 stovnaði hann Hin Stuttliga Flokkin og stillaði upp til løgtingsvalið. Hann varð tó ikki valdur. Ávísngar úteftir. Dalsgaard, Johan Dalsgaard, Johan Dalsgaard, Johan Mariukirkjan. Mariukirkjan er ein katólsk kirkja í Havn. Kirkjan er eitt listarverk í sær sjálvum innan sum uttan. Árne Winther hevur teknað hana. Mariukirkjan, sum nú er, varð vígd tann 30. august í 1987. Fyrra Mariukirkjan var bygd upp í Sankta Frants skúlan við Varðagøtu. Í hesi kirkjuni kemur kirkjuliðið saman at halda messu, og her birtir alt upp undir bøn og kvirru. Urtagarður er um kirkjuna, og her vaksa alskyns urtir; summar stava frá londum á sunnaru hálvu, ið hava somu gróðrarlíkindi sum her á landi. Ein mynd um, at Mariukirkjan hoyrir upp í alheims katólska felagsskapin. Monako. Fúrstadømi Monako (franskt: "Principauté de Monaco") ella bara Monako, er næstminsta landið í heiminum. Eisini er tað næsttættast bygda landið í heiminum; næst-fjølbygdasta landið í verðini er tað lítla fúrstadømið Monako. Tað er alt ein býur, sum síðan 1297 hevur verið eitt sjálvstøðugt ríki. Landið er einans 1,95 km2 til støddar, og har búgva uml. 35 000 fólk. Um fólkið í Føroyum skuldi búð líka tætt, so hevði tað svarað til, at øll 49 000 kundu búð í Stóru Dímun. Lítla ríkið Monako er á Miðjarðarhavsstrondini, tætt við italska vesturmarkið. Mitt inni í landinum er býurin Monte Carlo, kendur fyri sítt spælikasino og Grand Prix-kappkoyringina. Monako er frælst fúrstadømi, og síðan 1297 hevur Grimaldi-ættin stýrt landinum. Frá 1641-1817 var Monako saman við Fraklandi. Bara lítil partur av fólkinum er úr Monako; meiri enn helmingurin eru franskir borgarar. Lýggja veðurlagið í Monako og glæsiliga umdømi landsins draga túsundtals ferðafólk. Nógv ríkfólk flyta hagar at búgva, tí skatturin er lágur. Mong teirra hava stórar stuttleikabátar liggjandi fyri teymi í gomlu havnini. Monako er eisini altjóða handilsmiðdepil. Grønland. Grønland, á grønlendskum "Kalaallit Nunaat", eru oyggjaland í Arktis og Norðuratlantshavi, og er partur av danska ríkinum saman við Danmark og Føroyum. Høvuðsstaður er Nuuk, og í landinum búgva umleið 60 000 íbúgvar. Høvuðsmálið er grønlendskt. Grønland er heimsins størsta oyggj og er næstan alt í norðurpolarringinum. Í 2008, tá fólkaatkvøða varð hildin í Grønlandi um sjálvstýrislógina hin 25. november 2008, var greiður meirluti í Grønlandi fyri størri sjálvstýri. Meira enn tríggir fjórðingar av grønlendingum, sum vóru á fólkaatkvøðu, atkvøddu fyri nýggju sjálvstýrislógini. Góð 70 % av grønlendingum luttóku í fólkaatkvøðuni. Føroyar fingu eina líknandi lóg, yvirtøkulógina, sum varð viðtikin í Fólkatinginum og Løgtinginum í 2005 umfrat uttanríkispolitisku lógina. Søga. "Høvuðsgrein: Grønlands søga" Helst hava forsøgulig fólk verið í Grønlandi frá um 8000 f.Kr. Fremri mentanir tóku seg upp um 2000 f.Kr. Ein teirra er smáreiðskapsfólkið í Arktis, sum kanska er ættað frá sibirum, ið høvdu gingið um Beringssund úr Asia til Alaska, meðan tað var landfast í seinastu ístíð. Teir búsettu seg heilt eysturi í Grønlandi um 2000 f.Kr. Seinni býttu teir seg sundur í ættbólkar og verða nú á døgum nevndir inuittar. Í Evropa hava teir verið nevndir eskimoar. Inuittar dugdu at laga seg til harðbalna lívið í kalda grønlendiska veðurlagnum. Teir veiddu til dømis reindýr og kóp. Elsta søga um Grønland er at finna í íslendingasøguni Eiriks søga reyða, sum fortelur um norðbúgvan Eirik Reyða, ið flutti úr Íslandi til eitt land vestanfyri. Hann nevndi landið Grønland, tí hann metti hetta vera eitt gott og jaligt navn. Við tíðini settust nógvir norðbúgvar í Grønlandi. Fyri góðum 1000 árum síðan - í 982 - tóku víkingar land í Suðurgrønlandi. Teir komu úr Noregi, Íslandi og Danmark. Norrønu búsetningini var tó ikki langt lív lagað. Tá ið eini 500 ár vóru liðin, var eingin norðbúgvi eftir á lívi. Í 1721 fót norski presturin Hans Egede til Grønlands at kristna norðbúgvar, men av ættarmonnum hansara, var eingin á lívi. Egede og felagar hansara fóru í staðin at bera grønlendingum kristniboðini. Um hetta sama mundi tók handilin seg up millum Evropa og Grønland. Við handilsstøðunum vórðu at kalla allir grundsteinarnir til stórplássini lagdir. Grønland gjørdist um hesa tíðina danskt hjáland. Í 1862 fingu grønlendingar staðarráð. Í 1908 vórðu tvey landsráð stovnað - eitt í Norðurgrønlandi og annað í Suðurgrønlandi. Grønland og USA. Undir 2. heimsbardaga var einki samband millum Danmark og Grønland. Amerikumenn bygdu í hesum tíðarskeiði hernaðarvirki í Grønlandi. Herstøðirnar í Syðra Streymfirði og Thule eru har alsamt. Í 1953 gjørdist Grønland danskt amt. Í 1979 kom Danmark sær upp í Evropeiska Felagsmarknaðin EF við vali. Val var í Grønlandi um hetta málið, men 70% atkvøddu ímóti upptøku í felagsskapin. Men Grønland gjørdist kortini, eins og øll donsk amt, limur í EF. Í 1979 fingu grønlendingar eina heimastýrisskipan, sum í so mongdum líkist okkara. Grønland fekk nú egið ting og egna stjórn - landsstýri. Í 1982 atkvøddu grønlendingar aftur um EF. Á hesum sinni snúði valið seg um, um landið skuldi verða verandi í felagsskapinum ella ikki. Tá ið atkvøðurnar vóru taldar, vóru 52% ímóti at vera í EF. Eftir samráðingar í Brússel á vetri í 1984 varð umsíðir viðtikið at loysa Grønland úr EF nýggjársdag í 1985. Í mai 2019 læt USA eina skrivstovu upp í Nuuk við einum embætisfólki. Embætisfólkið býtir starvstíðina millum Nuuk og amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn. Í august 2019 gjørdi Donald Trump, forseti av at avlýsa ætlaðu vitjanina í Danmark, sum skuldi vera fyrst í september. Orsøkin var, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, ikki vildi umrøða spurningin um at lata USA keypa Grønland. Tað var amerikanski miðilin "Wall Street Journal", sum fyrst bar boðini um, at amerikanski forsetin var áhugaður í at keypa Grønland, og søgan varð seinni váttað av Hvítu Húsunum. Í 2020 fer USA at stovna eitt konsulát í Nuuk í Grønlandi. Har fara at starvast sjey fólk. Politikkur. "Høvuðsgrein: Grønlendskur politikkur" Grønland og Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmørk. Fólkaatkvøða í november 2008. Grønlendingar atkvøddu sum væntað fyri sjálvstýrislógini á fólkaatkvøðuni 25. november 2008. Tríggir av fýra veljarum søgdu ja, meðan ein segði nei. Valluttøkan var 72 %, sum er nógv í Grønlandi. Úrslitið av fólkaatkvøðuni var ein sannførandi meirluti fyri øktum sjálvstýri. Tá talt var upp, vóru 75,54 % fyri og 23,57 % ímóti. Restin av atkvøðunum vóru antin blankar ella ógildugar. Tilsamans 39 285 fólk høvdu atkvøðurætt og vallutøkan var 71,96 %. Tað var beinanvein greitt, tá farið varð undir at telja atkvøðurnar, at greiður meirluti var fyri øktum sjálvstýri. Eitt skifti var meirlutin oman fyri 80 %, men tá úrslitini komu úr teimum stóru býunum í Vesturgrønlandi, minkaði meirlutin eitt sindur. Í Nuuk var mótstøðan størri enn í restini av landinum, orsøkin kann vera, at fólkið í Nuuk er meira samansett og at fleiri danir búgva har. Grønlendska sjálvstýrislógin kemur í gildi 21. juni 2009. Einki er at siga til, at Danmark ynskir at varveita ríkisfelagsskapin við Grønland, sum teir fingu endaliga við Kielerfriðinum 1814. Nú úrslitið av fólkaatkvøðuni er greitt og nýggja sjálvstýrislógin kemur í gildi í staðin fyri heimastýrislógina frá 1979, er slóð ruddað fyri, at Grønland tekur á seg fleiri málsøki frá dønum at umsita og samstundis eisini fær fult ræði á ráevnum í undirgrundini. Landstingsval 2014. Í 2014 kom fram, at Aleqa Hammond, sum var landstingsforkvinna Grønlands, hevði brúkt almennar pengar til egið brúk tvær ferðir, einaferð til eina ferð fyri familjuna og einaferð til eina privata veitslu, talan var um 106.000 krónur, sum landstingsgrannskoðararnir kravdu at hon rindaði aftur. Sambært landstingsgrannskoðarunum, stavaði meginparturin av útreiðslunum frá apríl 2013, og hóast teir bóðu um at fáa rætt lag í óskilið beinanvegin, so var tað ikki fyrrenn í august 2014, at Aleqa Hammond rindaði pengarnar aftur. Málið elvdi til mikið rok í Grønlandi, og misálit var reist móti Hammond. Hon yvirlivdi misálitið við einari atkvøðu í meirluta sum feldi uppskotið. Men hon valdi at søkja um farloyvi, meðan málið um hennara peningaviðurskifti vóru kannað. Farloyvi varð játtað henni, men síðan tóku tríggir ráðharrar – tveir úr Siumut og ein úr Atassut seg úr stjórnini, og hin 1. oktober tók Atassut seg úr stjórnini. Seinni sama dag skrivaði Aleqa Hammond út nýval, sum varð hildið 28. november 2014. Siumut endurvann valið, tó við fáum atkvøðum fleiri enn IA. Nýggj samgonga varð skipað millum Siumut, Atassut og Demokraatit við Kim Kielsen frá Siumut sum nýggjum landsstingsformanni. Fólkið. Í 2013 búðu 57 714 fólk í Grønlandi, og tað er met, men sambært framrokningum hjá grønlendsku hagstovuni fer fólkatalið at minka í komandi árum. Framrokningin vísir, at í 2040 fara 53 856 fólk at búgva í Grønlandi, harav 46 688 eru fødd í Grønlandi. Samanborið við hagtølini fyri 2013 merkir hetta, at lutfalsliga fleiri grønlendingar fara at flyta av landinum. Hagstovan sigur, at uttan tilflyting uttaneftir hevði fólkatalið minkað uppaftur meiri. Grønlendingar eru nøgdir við lívið. Tað vísir ein kanning, sum er gjørd. Kanningin byrjaði í 1994, og nú úrslitið er kunngjørt, vísir tað, at 94 prosent av grønlendingum siga seg verða nøgdar við lívið. 1 200 fólk vórðu við í kanningini, tey vóru bæði í býunum og í bygdunum. Yvir 18 000 grønlendingar búgva í Danmark, og kvinnurnar eru í stórum meirluta. Brotsgerð. Grønland hevur lutfalsliga flest brotsverk í ríkisfelagskapinum. Lutfalsliga verða fleiri brotsverk meldað í Grønlandi enn í Danmark og Føroyum. Fyri hvørji 10 000 fólk er talið av meldingum 211, 801 og 1019 fyri ávíkavist Føroyar, Danmark og Grønland. Serliga er støðan ring í Grønlandi, tá talan er um neyðtøkur og blóðskemd. Her er lutfallið 10 ferðnar hægri í Grønlandi enn í Danmark ella Føroyum. Upprunafólkið. Helst hava forsøgulig fólk verið í Arktis frá um 8000 f.Kr. Fremri mentanir tóku seg upp um 2000 f.Kr. Ein teirra er smáreiðskapsfólkið í Arktis, sum kanska er ættað frá sibirum, ið høvdu gingið um Beringssund úr Asia til Amerika, meðan tað var landfast í seinastu ístíð. Teir búsettu seg heilt eysturi í Grønlandi um 2000 f.Kr. Seinni býttu teir seg sundur í ættbólkar og verða nú á døgum nevndir eskimoar. Inuittar dugdu at laga seg til harðbalna lívið í kalda arktiska veðurlagnum. Teir veiddu til dømis reindýr og kóp. Landafrøði. "Høvuðsgrein: Grønlendsk landafrøði" Grønland, sum er heimsins størsta oyggj er 2 175 600 ferkilometrar, ella á stødd við øll Norðurlondini, Stóra Bretland, Týskaland, Benelukslondini, Pólland, Eysturríki og Sveis tilsamans. Hóast støddina, er "bert" búgvandi á 341.700 fermetrum, ella á einum landaøki, sum er á stødd við Týskaland. - 1 833 900 ferkilometrar er innanlandsísur, sum er millum tríggjar og fýra kilometrar tjúkkur í støðum. Meir enn 80 prosent av Grønlandi er ísur, og hesin er í miðal 1 500 metrar djúpur. Bráðnaði grønlendski ísurin, hevði Grønland helst verið eitt oyggjaland. Strondin í Grønlandi er umleið 40 000 kilometrar til longdar. Arktiska frostmýran er eitt tað kaldasta og turrasta økið í heiminum. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Nuuk. Hans Egede var dansk-norskur prestur, missiónerur og landtøkumaður, og verður mintur sum grundleggjarin av býnum. Veðurlag. Landið hevur pólveðurlag. Sera stórur munur er á veðurlagnum norðan- og sunnanfyri. Har norðuri í landinum liggur vetrarkuldin í miðal niðri á -30 stigum. Suður á landi frystir í miðal -4 stig á vetri. Norðast úr Grønlandi og suður á Kappan eru 2,670 km. Kappin liggur á sama breiddarstigi sum Oslo. Meginbreiddin á landinum - vestur og eystur - er 1,050 km. Búskapur. "Høvuðsgrein: Grønlendskur búskapur" Í Suðurgrønlandi verða umleið 24 000 seyðir slaktaðir um árið. Fiskivinnan er tó týdningarmesta inntøkukeldan í Grønlandi. Fiskiskapurin gevur ikki einans teimum, ið fiskin veiða, útkomuna. Fiskaviðgerðin uppi á landi gevur arbeiði til nógar hendur. Á teimum grønlendsku sjóleiðunum hevur verið ørgrynni av fiski, og í mong ár hava fremmandar tjóðir rikið fiskiskap á grønlendsku grunnunum. Hesi seinastu árini hevur tó minni verið at fingið. Fyri at fiskastovnarnir skulu ikki verða týndir, eru ávísar avmarkingar settar í verk. Tann stóri flotin av fremmandum veiðiførum er ikki longur at síggja á grønlendsku bankunum. Høvuðsfiskasløgini undir Grønlandi eru kongafiskur, steinbítur, toskur, svartkalvi, kalvi, eyrriði og laksur. Rækjuveiðan hevur ikki tey mongu árini á baki. Ansast má eftir, at ikki verður so trároynt eftir rækju, at stovnurin kemur í vanda. Grønlendska stórrækjan verður veidd við troli á djúpum vatni. Makrelfiskiskapurin hevur fingið stóran týdning í Grønlandi. Mesti fiskiskapurin var í 2014. Tá vórðu fiskað 78.000 tons av makreli av grønlendskum sjógvi, og 23 prosent av øllum útflutningsvirðinum hetta árið vóru makrelur. Samferðslukervi. Tann skjótasti ferðingarhátturin í hesum velduga landinum er at fara loftvegis, men bíligt er tað ikki. Tyrlur verða nógv nýttar í Grønlandi, og í næstan hvørji bygd er tyrlupallur. Loftferðslan er tó ikki so áltítandi, tí legst hann við illveðri, kann veðrið stundum vera so áhaldandi, at tað tarnar allari flogferðslu bæði í dagar og vikur. Millum bygda er hvørki jarnbreyt ella vegur. Í býum og stórbygdum er tó koyrivegur, og har tróta bilarnir heldur ikki. Allir grønlendingar búgva úti við strondina. Ferðasambandið er tí mest knýtt at sjónum. Siglt verður bygdanna millum annaðhvørt við báti ella skipi. Tað er ikki bara ísurin, ið kann valda strandfaraskipunum trupuleikar, men eisini veðrið, ið kann leika so í, at ikki er klúgvandi eftir sjónum í fleiri dagar. Hans Andreas Djurhuus. #REDIRECT Hans Andrias Djurhuus Malan Marnersdóttir. Malan Marnersdóttir professari í bókmentafrøði, dr.phil, er fødd tann 25. januar 1952 í Klaksvík sum "Malan Simonsen". Malan Marnersdóttir tók studentsprógv í Hoydølum í 1971. Við Københavns Universitet las hon danskt og tók hjágrein í fronskum á Århus Universitet. Í 1979 fær hon prógv sum magistari. Afturkomin til Føroya gerst hon lærari í føroyskum, donskum og fronskum í Hoydølum 1979-81; í 1981 tekur Malan Marnersdóttir pedagogikum á Aurehøj Statsgymnasium í Gentofte. Lektari í donskum og føroyskum á Johann-Wolfgang-Goethe Universität, Frankfurt am Main 1981-83. Hevur síðan 1983 starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya har hon var rektari 1998-2004. Í 2004 gjørdist hon professari í bókmentum 2004 við ritgerðini "Hvør av øðrum". Útvortis ávísing. Marnersdóttir, Malan Marnersdóttir, Malan Marnersdóttir, Malan Christian Pløyen. Christian Pløyen amtmaður í Føroyum og Holbæk. Christian Pløyen (12. januar 1803 í Keypmannahavn - 9. juni 1867 í Holbæk) var helst fólkakærasti amtmaður Føroya. Hann var danskur løgfrøðingur og embætismaður. Frá 1830 var hann fúti í Føroyum, og frá 1837 til 1847 var hann føroyskur amtmaður. Hann var ógvuliga væl líddur millum fólk, og skrivaði millum annað Grindavísuna og lærdi seg føroyska málið. Í 1837 varð Pløyen, sum hevði verið fúti, tilnevndur amtmaður. Hann var øðrvísi enn flestu amtmenn og yvirhøvur væl dámdur, ikki minst tí hann sum fúti hevði yrkt Grindavísuna, sum lýsir grindadráp væl. Pløyen dugdi eisini at tosa føroyskt. Í 1839 var hann saman við trimum føroyingum á eini kanningarferð í Hetlandi fyri at læra av hetlendsku fiskivinnuni, sum tá var meira framkomin enn fiskivinnan í Føroyum. Ein liður í hesum framburðsstrevi var at úthandlar vóru settir á stovn á Tvøroyri (1836), í Klaksvík (1838) og í Vestmanna (1839). Amtmaður í Føroyum. #REDIRECT Amtmenn í Føroyum Jens Christian Djurhuus. Jens Christian Djurhuus (21. august 1773 Nes, Eysturoy - 29. november 1853 í Kollafirði), eisini nevndur Sjóvarbóndin'", tí hann var bóndi við Sjógv í Kollafirði, var kvæða- og táttayrkjari. Hann yrkti fleiri føroysk kvæði og var ein av teimum fyrstu, sum yrktu á føroyskum máli. Hann var fjórði sonur Johan Christian Djurhuus (1741–1815) og Mariu Rønning (1741–1807), tey búðu á Nesi í Eysturoynni. Abbi hansara var danski presturin, Christen Djurhuus (1708–1775), sum var fluttur til Føroya at starvast sum prestur. Í 1797 giftist hann Jóhannu Mariu Jensdóttir úr Kollafirði, hon var dottir Jens Didriksen, Við Sjógv, sum var bóndi. Eftirsum hon var einabarn, festi Jens Christian garðin, tí kvinnur festu ikki garðar. Tey bæði fluttu inn í bóndagarðin sama árið sum tey giftist. Bóndagarðurin gjørdist ein mentanarligur miðdepil í bygdini. Jens Christian Djurhuus og Nólsoyar Páll yrktu báðir kvæði á føroyskum og mugu sigast at vera teir týdningarmestu persónarnir í føroyskum bókmentum í fyrra helmingi av 19. øld. Sagt verður frá - prógv er tó einki - at hann gekk í latínskúla í Havn. Hann hevur havt stóran áhuga fyri gomlum nørrønum søgum, tí úr hesum hevur hann yrkt flestu av kvæðum sínum. Sjóvarbóndin er kendasti kvæðayrkjari okkara, men hann hevur eisini yrkt tættir. Wikimedia. Wikimedia Foundation Inc. er foreldrafelagið hjá Wikipedia, Wiktionary, Wikiquote, Wikibooks (og eisini Wikijunior og Wikiversity), Wikisource, 11, Wikimedia Commons, Wikispecies, Wikinews, og Nupedia (ikki virkin). Tað er ein áhugafelagsskapur skipað eftir lógunum í Florida, USA. Stovnanin av felagnum var formliga kunngjørd av fyrrverandi Bomis stjóranum og Wikipediustovnaranum Jimmy Wales 20. juni 2003. Mál stovnsins. Málini hjá stovninum eru at menna og varðveita opin, wiki-grundaðar verkætlanir og at bjóða almenninginum alt innihaldið á teimum verkætlanunum ókeypis. Umframt at reka ta longu mentu fleirmæltu almennu alfrøðina "Wikipedia", er ein fleirmælt orðabók og samheitaorðabók nevnd Wiktionary, ein savning av sitatum nevnd Wikiquote, ein goymsla av keldutekstum á einumhvørjum máli nevnd Wikisource og ein savning av t-bókatilfeingi ætlað lesandi (so sum tekstbøkur og viðmerktar bøkur, ið eru public domain) nevnd Wikibooks. Wikijunior er ein ungdómsætlað verkætlan. Stovnurin rekur eisini eitt minningarsavn av greinum um álopini 11. september 2001 og virksemið hjá hvílandi verkætlanini Nupedia (sum ikki er wiki, men tó opið innihald). Framhaldandi vøksturin av øllum Wikimedia verkætlanunum er fyrst og fremst orsakaður av. Wikimedia Stovnurin roynir at vaksa um inntøkurnar við alternativari fígging, so sum játtanir og stuðulveitan. Stovnsins søga og vøkstur. Navnið "Wikimedia" var smíðað av Sheldon Rampton í einum boðum til postlistan hjá ensku Wikipedia í mars 2003. Tað er av og á kritiserað fyri sín líkskap við navnið Wikipedia, sum førir til fløkju millum nýkomarar til verkætlanina. Við fráboðanini av Stovninum flutti Wales eisini ognarrættin av øllum Wikipedia, Wiktionary and Nupedia navnaøkjum til Wikimedia saman við ognarrættinum til alt tilfar í hartil hoyrir til verkætlanirnar, sum vóru stovnaðar av Bomis starvsfólkunum ella Wales sjálvum. Telduútgerðin, sum Wikimedia-verkætlanirnar eru á, vóru eisini latnar av Wales til Stovnin. Navnaøkini og vórðu tryggjað Grunninum av Wikipedia-stuðlinum Daniel Mayer. Bandvíddin hjá Wikimedia og orkan eru goldin av stuðli til verkætlanina frá feløgum og einstaklingum. Í januar 2004 útnevndi Jimmy Wales sínar Bomis-felagar Tim Shell og Michael Davis til nevndina hjá Wikimedia Stovninum. Í juni 2004 var val hildið fyri at finna tvey brúkaraumboð í nevndina. Eftir ein mánað av valstríði og tvær vikur av atkvøðugreiðslu á internetinum vóru Angela Beesley og Florence Nibart-Devouard vald í nevndina. Síðani tað hevur Wales havt Beesley í starvi í fleiri vinnuframtøkum. Seinni vóru fleiri onnur formlig størv ment: Tim Starling varð útnevndur menningarleiðari fyri at hjálpa samskipanini av menningini av MediaWiki-ritbúnaðinum, og Daniel Mayer varð útnevndur fíggjarleiðari fyri at halda roknskap og samskipa fíggjarframtøk. Heimastýrislógin. Heimastýrislógin ella Lóg um Føroya heimastýri ella Færø Amts Kundgørelse Nr. 11 af 31. Marts 1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre er lóg, ella millumlandasáttmáli, ið í høvuðsheitum staðfestir politisku viðurskiftini millum Føroya og Danmark. Heimastýrislógin kom í gildi 1. apríl 1948 eftir at Danmark og Føroyar høvdu verið hersett av Týsklandi og Bretlandi ávíkavist, eftir fólkaatkvøðu um heimastýri ella loysing, og síðani eftir samráðingar millum meiriluta á løgtingi eftir løgtingsvalið 8. november 1946 og donsku stjórnina. Heimastýrislógin ásetur hvørji málsøki verða umsitin í Føroyum, og hvørji verða umsitin í Danmark vegna føroyskar myndugleikar. Mál og málsøki, ið verða umsitin í Føroyum verða nevnd "føroysk sermál" meðan mál og málsøki, ið verða umsitin í Danmark vegna føroyskar myndugleikar verða nevnd "felagsmál". Lógin hevur ásetingar um hvussu donsk lóggáva skal fremjast í Føroyum. Hon sigur okkurt um hvussu uttanríkispolitikkur kann verða samskipaður soleiðis at hann samsvarar við føroysk áhugamál. Í henni verður ásett, at orðini "Føroyingur" og "Føroyar" skulu standa í serligum føroyskum passi. Eisini staðfestir heimastýrislógin hvat ein føroyingur er. Føroyskt mál er "høvuðsmál" samstundis sum danskt "skal lærast væl og virðiliga", umframt at kann nýtast í almennum viðurskiftum. Føroyska tjóðarflaggið, Merkið, verður viðurkent samstundis sum danskir myndugleikar verða álagdir bara at nýta danska flaggið Dannebrog á landi og sjógvi. "Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð í danska ríkinum samsvarandi hesi lóg." Í donsku útgávuni verður orðið "folkesamfund" nýtt í staðin fyri føroyska orðið tjóð. Hetta hava føroyskir og danskir myndugleikar tulkað ymiskt við ymiskum avleiðingum. Í sama andadrátti, sum sagt verður, at Føroyar eru í danska ríkinum, verður sagt at Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð. Hetta kann tykjast eitt sindur tvørvent. Orðini "í danska ríkinum" kunnu bæði merkja at vera undir donsku grundlógini og at vera í kongsfelagsskapi við Danmark. Somuleiðis kunnu orðini "Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð" bæði tulkast sum at Føroyar hava okkurt slag av sjálvræði undir donsku grundlógini og at Føroyar eru sjálvstøðugt fullveldisríki. Víst hevur, í kritikki, verið á hvussu Heimastýrislógin er blivin til. Fyrst var fólkaatkvøða hildin 14. september 1946 um eina heimastýrisskipan ella loysing, og loysingin vann. Síðani fóru samráðingar fram millum føroyskar og danskar myndugleikar og ein semja funnin, Heimastýrislógin. Hon varð síðani samtykt í Føroyum og í Danmark í hvør sínum lagi eftir hvør sínari mannagongd. Og føroysku orðingina, við føroyska orðinum "tjóð", undirskrivaði amtmaður og kunngjørdi hana, uttan so mikið sum eina viðmerking. Øll, ið lesa heimastýrislógina, tykjast tulka hana upp á sín egna máta. Og júst hesin eginleikin, at hon kann tulkast so ymiskt, er ivaleyst grundin til at hon hevur verið so leingi í gildi uttan so mikið sum at verða broytt. Jens Olivur Lisberg. Jens Olivur Lisberg (føddur 24. desember 1896 í Fámjin og deyður 31. august 1920) var løgfrøðilesandi í Keypmannahavn, og gjørdist kendur eftir at hann saman við øðrum gjørdi Merkið. Hinir ið gjørdu føroyska flaggið vóru Emil Joensen úr Bø, Janus Øssursson úr Havn og Pauli Dahl úr Vági. Ninna Jacobsen, systir mótadesignaran Liffu Gregoriussen, seymaði síðan sjálvt flaggið eftir skitsu teirra. Jens Oliver Lisberg gjørdist tann fyrsti, ið heysaði flaggið í Føroyum, tað hendi 22. juni 1919, tá hann var heima í summarfrí í heimbygdini Fámjin og heysaði flaggið eftir gudstænastuna í Fámjins kirkju fyri fyrstu ferð á føroyskari grund. Hetta var nokk tað ið gjørdi, at hann fekk størstu æruna av at hava gjørt Merkið, sjálvt um teir tríggir gjørdu tað í felag. Lisberg doyði av lungnabruna í Fámjin hin 31. august 1920, áðrenn hann náddi at gera seg lidnan við lesnaðin í Danmark. Upprunaflaggið hongur inni í Fámjins kirkju. 2003. 2003 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. 2002. 2002 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. 2001. 2001 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. 2000. 2000 (MM) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár. Fyrsti dagurin var ein leygardagur. 1999. 1999 (MCMXCIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1998. 1998 (MCMXCVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1997. 1997 (MCMXCVII) var eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi eftir tí gregorianska kalendaranum. Ár 1997 eftir Kristi føðing, ár 997 í næsta ártúsund, ár 97 í 20. øld, og áttunda ár í 1990-árunum. 1996. 1996 (MCMXCVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1995. 1995 (MCMXCV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1994. 1994 (MCMXCIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1993. 1993 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1992. 1992 var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byjaði á einum mikudegi. 1991. 1991 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1990. 1990 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1989. 1989 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1988. 1988 var eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi eftir tí gregorianska kalendaranum. árið er nummar 1988 eftir Kristi føðing, ár 988 í øðrum ártúsund, ár 88 í 20. øld, og ár níggju í 1980-árunum. Í 20. øld, er árið 1988, tað árið, ið hevur flestar romenskar bókstavir (11). 1988 var eitt eyðkent á í byrjan internetsins. Hetta var árið fyrsti kendi telduvirusin spratt upp, betur kendur sum Internetormurin 1988. Fyrsta varandi leinkjan var gjørd ímillum USA (NSFNET) og Evropa (Nordunet). Somuleiðis var eisini fyrsta internetbaseraða kjatt protokollin, ið kallaðist Internet Relay Chat. Hugtakið "Heimsvevurin" var tosað um fyri fyrstu ferð í Evrpeisku granskanarnevndini fyri kjarnorku (CERN) Í 1988. Sovjetsamveldið byrjar sína umfatandi umlegging til blandingsbúskap í byrjan 1988, og byrjar harvið at falla. Jarntjaldið byrjar at brotna niður í 1988, tá Ungarn loyvir fríari ferðing til vesturs. Altjóða Heilsustovnurin byrjar verkætlan sína, ið skal útrýma polio. 1987. 1987 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum hósdegi. Føroysk króna. #REDIRECT Føroyska krónan Løgmaður. Løgmaður er fremsti ráðharri í Føroyum. Løgmaður setir landsstýrismenn í starv og loysir teir úr starvi. Løgmaður hevur ábyrgdina fyri at starv landsstýrisins verður umsitið "á lógligan og fullgóðan hátt". Løgmansembætið er broytt nógv gjøgnum tíðirnar. Tá nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi ólavsøkudag 1995, fingu vit ráðharraábyrgd. Áðrenn var landsstýrið ein nevnd, har løgmaður var formaður, og eingin stóð við evstu ábyrgd. Áðrenn Løgtingið varð niðurlagt í 1816, var løgmaður "løgtingsformaður" og "løgsøgumaður". Løgmaður í dag er Bárður á Steig Nielsen (B), sum bleiv løgmaður 14. september 2019. Ávísingar úteftir. * Bitland. Bitland er smápartafelag og verkætlan, sum skal stimbra nýskapan og altjóðagerð innan tøknifyritøkur í Føroyum. Felagið varð stovnað í 2004 av 12 føroyskum fyritøkum. Undir Bitland paraplyini húsast ikki færri enn 15 fyritøkur við 35 fólkum. Stjóri í Bitland er Ólavur Gregersen. Ætlanin er at venda lítlu støddini á Føroyalandi til fyrimun. Hugsanin er at Føroyar eru eitt fullkomiliga nýmótans samfelag, hvat tøkni viðvíkir. Og av tí at Føroyar eru so lítlar, er lutfalsliga bíligt at royna nýggja tøkni í Føroyum enn í øðrum (stórum) londum. Hetta nýskapandi virksemið í Føroyum skal so skapa arbeiði til føroyskar tøkniligar fyritøkur. Virksemi. Við hesum virksemi er ætlanin at Føroyar skulu vinna framá í kappingini móti øðrum londum innan tøkni. Fríggjadagin 30. mai 2003 kl. 9:00 var almennur tíðindafundur, har Bitland verkætlanin alment kunngjørd. Annfinnur í Skála. Annfinnur í Skála er søgufrøðingur, málfrøðingur og rithøvundur. Annfinnur varð føddur í Havn 20. septembur 1941. Foreldrini eru Jóhanna M. Skaale (f. 1906), fødd Joensen úr Innistovu á Trøllanesi og Sigfried Skaale (f. 1906 + 1977) úr Havn. Kona Annfins var Súsanna á Brúsoyri (f. 1947 - 2004), Msc í sjúkrarøkt. Tey hava tveir synir: Ragnar (f. 1976) og Gilli (f. 1982). Annfinnur hevur verið lærari í søgu, enskum og fornaldarfrøði á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði síðan 1975. Í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Útgávur. Annfinnur hevur skrivað hesar bøkur saman við øðrum ella einsamallur Keldur. Skála, Annfinnur í Skála, Annfinnur í Jógvan Arge. Jógvan Arge (føddur 17. juni 1947 í Tórshavn) er føroyskur rithøvundur, politikari og tíðindamaður (journalistur). Nógv kenna eisini rødd hansara frá leikluti hansara sum frásøgumaður til ítróttarkappingar, sum kappróður og fótbóltsdystir. Hann arbeiddi nógv ár í Útvarpi Føroya. Jógvan Arge er býráðslimur í Tórshavnar kommunu, hann umboðar Tjóðveldi. Jógvan er pápi Una Arge, sum eisini er rithøvundur. Uni er harumframt eisini sangari og sangskrivari. Ávísing úteftir. Arge, Jógvan Arge, Jógvan Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens. Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens er bókmentavirðisløn, ið Tórshavnar Býráð letur á hvørjum ári. Um virðislønirnar. Fyrsta virðislønin varð latin í 1958. Nú á døgum verður Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens latin trimum fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og fyri annað mentanaravrik. Hetta seinasta er t.d. bygdasøgur, endurminningar og verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum. Upphæddin verður ásett av Tórshavnar Býrað. Ein fimmmannanevnd ætlar um og ger av hvør ella hvørji, ið virðisløn skulu fáa. Tórshavnar Býráð velur tríggjar limir í nevndina, Rithøvundafelag Føroya ein og Fróðskaparsetur Føroya ein. Í skrivandi stund (2020) eru hesi limir í nevnd M.A. Jacobsens: Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, valdir av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Vónbjørt Vang býarbókavørður er skrivari. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin. Tað er treyt, at virðislønarverdu verkini eru skrivað á føroyskum máli. Hava føroyskir rithøvundar skrivað og givið út á útlendskum máli, eiga tær at verða týddar, áðrenn tær koma til umrøðu í virðislønarnevndini. Virðislønir fyri fagrar bókmentir og yrkisbókmentir kunnu bert latast fyri verk, sum eru útgivin. Virðislønirnar verða latnar 17. september, sum er føðingardagur M. A. Jacobsens. Býráðsformaðurin handar vanliga vanliga teimum virðisløntu virðislønina saman við skrivi frá fimmmannanevndini, har tilskilað er, hvørji verk, virðislønirnar eru givnar fyri, og hvat nevndin metti gjørdi verkini virðislønarverd. Á sama hátíðarhaldi verður eisini Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs handað. Jákup Pauli Gregoriussen. Jákup Pauli Gregoriussen (føddur 1932 í Tórshavn) er ein føroyskur arkitektur, rithøvundur og grafikari. Jákup Pauli er sønur Liffu og Magnus Gregoriussen. Hann er útbúgvin arkitektur frá Det Kongelige Danske Kunstakademi, Keypmannahavn. Hann hevur m.a. teknað Listasavn Føroya í 1970 og útbyggingina av Listasavninum í 1993. Sum grafikari hevur hann teknað eina røð av føroyskum frímerkjum fyri Posta (fyrr Postverk Føroya), og illustrerað bøkur við býar og landslagsmotivum úr Føroyum, Russlandi, Póllandi, Rom og Egyptalandi. Í 1998 fekk hann Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri verk sítt í fýra bindum um kirkjurnar í Føroyum (1995-1999). Verkið er teknað av honum og greiðir frá um Føroya kirkjusøgu. J.P. Gregoriussen hevur eisini virkað sum ráðgevi í sambandi við ístandsetan av føroyskum kirkjum. Hin 15. januar 2016 fekk hann Heiðursgávu Landsins frá Mentamálaráðnum. Sigri Mitra Gaïni. Sigri Mitra Gaïni er føroyskur/iranskur/norskur yrkjari og sjónleikari. Hon varð fødd 1975 í Oslo, hevur føroyska mammu og iranskan pápa. Hon vaks upp bæði í Føroyum og Noregi, gekk í fronskum skúla í Noregi, meðan hon búði har. Hon gekk á studentaskúla í Føroyum og er búsitandi í Føroyum. Sigri er dóttir Lív Joensen, abbadóttir Sigurð Joensen og Sigrið av Skarði og langabbadóttir Símun av Skarði, sum yrkti føroyska tjóðsangin "Tú altfagra land mítt". Hon spældi ein av høvuðsleiklutunum í føroyska/danska filminum "Bye Bye Bluebird" hjá Katrini Ottarsdóttir. Sigri spældi leiklutin sum Barba. Filmurin bleiv vístur á fleiri filmsfestivalum uttanlands og vann eisini prísir. Sigri hevur givið fýra yrkingasøvn út, øll eru skrivaði á føroyskum. Í 2004 fekk hon Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Slóðir úteftir. Gaïni, Sigri Mitra Gaïni, Sigri Mitra Gaïni, Sigri Mitra Sigri M. Gaïni. #REDIRECT Sigri Mitra Gaïni Kristian Blak. Kristian Blak er føddur 31. mars 1947 í Fredericiu, búsitandi í Havn, er ein danskur/føroyskur tónleikari og tónasmiður. 29. mars 2007 varð surpriseparty hildið í Kagganum í sambandi við at Kristian fylti 60 ár. Innbjóðingar vórðu sendar fólki umvegis teldupost, og vórðu móttakararnir bidnir um at senda innbjóðingina víðari, uttan at føðingardagsbarnið fekk nakað at vita. Útvortis avísing. Blak, Kristian Blak, Kristian Blak, Kristian Bárður Jákupsson. Bárður Jákupsson er føddur 23. desember 1943 í Tórshavn og er føroyskur listamálari og rithøvundur. Bárður varð føddur í Havn í 1943, hann er sonur kenda føroyska rithøvundan Heðin Brú (Hans Jacob Jacobsen) og Katrinu Malenu Dalsgaard. Í 1967 giftist hann við Kristin Hervør Lützen frá Gjógv. Tey búgva í Hoyvík og eiga tríggjar synir: Róaldur (1974), Sveinur (1976) og Heðin (1980). Hann lærdi til lærara og eftir tað gekk hann á listaskúlanum Kunstakademiet í Keypmannahavn 1970-1972. Síðan gjørdist hann lærari á Føroya Fólkaháskúla, og frá 1975-89 var hann leiðari á Listaskálanum í Havn, frá 1989 til 2003 var hann stjóri á Listasavni Føroya. Sum rithøvundur skrivar hann serliga um føroyska list. Hann hevur verið fyrilestraferðir í Danmark, Svøríki, Álandi, Finlandi og Grønlandi. Hann var ritstjóri á tíðarritinum “Mondul” (Føroya Fornminnissavn útg.) 1975-1991, hevur skrivað mangar greinar um siðsøgulig evni í Mondli; Fyrireikað og lagt til rættis 15 siðsøguligar framsýningar um føroysk evni, m.a. í Smithsonian Institute, Washington DC og Seattle 1976, “Færøerne i Fokus”, Forum Kph. 1986 og “Färöarna på Skansen”, Stokkhólmi 1988. Hann var eðarbeiðari við “Hunters of the North” (Veiðimentan í Útnorðri), Norðurlandahúsið o.fl. 2002. Í 2005 var hann kurator við “TransForm” (íslendsk-grønlendsk-føroysk sniðgeving) á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn í 2005. Hann var meðarbeiðari við Weilbachs Kunstnerleksikon 1994-2000. Í 2001-02 stóð hann fyri sjónvarpsrøð í 11 pørtum um føroyska myndlist. Verk. Hevur harumframt skrivað eina langa røð av greinum í tíðarrit, myndaskráir, yvirlitsverk, listafrøðisbøkur o.t. um føroyska list; Senografi. Senografi til ballettina Harra Pætur og Elinborg, Íslendska Ballettin. Rikard Long. Richard Sigmund Long (23. januar 1889 – 16. desember 1977) var Tórshavn var lærari í Føroya Millum- og Realskúla og í Læraraskúlanum. Rikard Long, sum eisini var skald, var fyrsti ritstjóri Varðans. Hann ritstjórnaði eisini og skipaði fyri mangari bókarútgávuni í sínari tíð. Var eina tíð løgtings- og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin. Richard Long. #REDIRECT Rikard Long Hans Jacob Debes. Hans Jacob Debes (17. juli 1940 - 26. januar 2003). Hann vaks upp og gekk í skúla við Gjógv. Árini 1955-1957 fór hann til skips við føroyskari slupp og íslendskum trolara. Og hann tók preliminerprógv í Havn í 1959 og í 1962 nýmálsligt studentsprógv. Í 1970 tók hann embætisprógv sum cand. mag. á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í søgu og enskum. Hann var síðani lærari í Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, til hann í 1986 fór í starv sum lektari á Fróðskaparsteri Føroya. Í 1986 gjørdist hann dr. phil. frá Háskóla Íslands við ritgerðini "Nú er tann stundin...". Í 1989 varð hann tilnevndur professari í almennari søgu og Føroya søgu á Fróðskaparsetri Føroya. Hans Jacob Debes sat í stjórn Føroya Fólkaháskúla 1973-1990, í stýrinum fyri Norðurlandahúsið í Føroyum 1988-1992, í Føroya skúlastjórn 1975-1978, Landsskúlaráðnum 1988-1992 og var formaður í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin 1975-1979 og 1989-1991. Eisini var hann tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin frá 1986 til 1988. Keldur. Debes, Hans Jacob Høgni Hoydal. Høgni Karsten Hoydal (føddur 28. mars 1966 í Keypmannahavn) er føroyskur politikari. Foreldrini eru Gunvør og Kjartan Hoydal. Kona hansara er Hildur Hermansen, og tey eiga trý børn. Hann er útbúgvin í søgu og samskifti á lærda háskúlanum í Roskilde. Áðrenn hann gjørdist politikari starvaðist hann sum sjómaður, sum læraravikarur, og sum tíðindamaður í Sjónvarpi Føroya. Høgni Hoydal hevur givið út tvær bøkur um politisk viðurskifti. Onnur nevnist "Myten om Rigsfællesskabet", sum kom út á vári í 2000, og hin nevnist "Frælsi er ábyrgd", sum kom út stutt fyri jól sama ár. Politisk lívsleið. Í 1998 varð hann valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin og gjørdist varaløgmaður og landsstýrismaður við ábyrgd av fullveldisætlanini, norðurlendskum samstarvi og lógarmálum. Seinni varð hann valdur til formann í Tjóðveldisflokkinum. 5. desember 2003 skrædnaði tásitandi samgonga og nýval varð útskrivað. Høgni varð afturvaldur á ting og gjørdist tá formaður í størsta flokki í andstøðu. 25. apríl. 25. apríl er dagur 115 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 116 um skotár er). 250 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini Markusarmessa. 25. apríl er seinasti dagur, ið páskadagur kann falla á. Løgtingsval. Løgtingsval er týdningarmesta valið í Føroyum. Endamálið við "løgtingsvali" er, at velja tinglimir at sita á Løgtingi. Valskipanin hevur verið rættiliga ymisk gjøgnum tíðirnar. Løgtingsval verða hildin við einum millumbili, sum í mesta lagi er fýra ár. Núverandi skipan. Núverandi valskipan er lutfalsval millum politiskar flokkar í einum landumfevnandi valdømi. 33 tinglimir verða valdir. Skipanin hevur verið galdandi frá løgtingsvalinum í 2008 og er enn galdandi, tó at ávísar royndir verða gjørdar at fáa okkurt slag av valdømisskipan aftur. Søga. Áðrenn 1906 var løgtingsvalskipanin meirilutaskipan. Tað merkir, at ein lítil meiriluti kundi fáa allar tingsessir, meðan ein næstan líka stórur minniluti ongan fekk. Slíka skipan dámdu føroyingum ikki, og tí varð hon broytt til lutfalsskipan. Henda nýggja lutfalsskipanin var ikki fullkomin tó. Í 1918 fekk Sambandsflokkurin 50,2% av atkvøðunum og Sjálvstýrisflokkurin 49,8%. Men Sambandsflokkurin fekk bara 9 tinglimir og Sjálvstýrisflokkurin 11. Kvinnur fingu valrætt til løgtingsval í 1916 og kundu fyrstu ferð velja í 1918. Í 1923 varð vallógin endurskoðað soleiðis, at eitt skiftandi tal av eykaumboðum skuldi útjavna møguligt skeivt býti millum politiskar flokkar. 3 tinglimir kundu veljast soleiðis. Í 1930 varð hetta talið hækkað til 5. Valskipanin varð so lagað til í 1978, at tilsamans 27 tinglimir skuldu veljast í seks valdømum við ymiskum støddum. Eitt lógarásett tal av tinglimum í hvørjum valdømi. Samsvaraðu valdu tinglimirnir hjá flokkunum ikki lutfalsliga við samlaða atkvøðubýtið hjá flokkum, vórðu upp til 5 tinglimir eykavaldir. Soleiðis hevur Løgtingið skiftandi tal av tinglimum millum 27 og 32. Frá 1978, til og við løgtingsvalið í 2004 var altíð tørvur á øllum teimum eykavaldu. Valúrslit. Niðanfyri sæst talva við prosentbýtinum á løgtingsvali hjá hvørjum flokki sær í øllum landinum tilsamans eftir floksbýtið í 1906, tá ið fyrstu føroysku politisku flokkarnir blivu til. Jú longri afturi í tíðini løgtingsvalið er, jú verri passa bókstavirnir við valstavirnar hjá flokkunum. Viðmerkingar: í 1946 stillaðu Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin upp saman. Í talvuni við prosentbýti, er hetta sett undir Javnaðarflokkin. Í talvuni við tinglimum er hetta sett undir báðar flokkarnar. 23. apríl. 23. apríl er dagur 113 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 114 um skotár er). 252 dagar eru eftir av árinum. 24. apríl. 24. apríl er dagur 114 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 115 um skotár er). 251 dagar eru eftir av árinum. 26. apríl. 26. apríl er dagur 116 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 117 um skotár er). 249 dagar eru eftir av árinum. 27. apríl. 27. apríl er dagur 117 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 118 um skotár er). 248 dagar eru eftir av árinum. 28. apríl. 28. apríl er dagur 118 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 119 um skotár er). 247 dagar eru eftir av árinum. 29. apríl. 29. apríl er dagur 119 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 120 um skotár er). 246 dagar eru eftir av árinum. 30. apríl. 30. apríl er dagur 120 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 120 um skotár er). 245 dagar eru eftir av árinum. Uni Debess. a>. Hetta kvøldið spældi hann fyri fyrstu ferð alment við sínum nýggja 12-streingja guitari. Uni Reinert Debess er tónleikari, yrkjari, tónasmiðjur, sangari og gittarleikari. Hann er føddur 24. november 1979 í Havn. Uni er sonur Per Debess, sála, sum eisini var tónleikari. Lívsleiðin innan tónleik. Uni byrjaði seint at fáast við tónleik. 1999-2001 lærdi Uni um tónleikaástøði og gittarleik á Tórshavnar Musikkskúla. Hann hevur gingið til ymsa gittarvenjing eftir tað. Í 2001 spældi hann við bólkinum Teir á Free Føroyar-konsert. Í 2002 spældi hann á ólavsøkukonsert við Bates Motel, í 2003 við Headache Blues Treo og í 2004 við GoGo Blues. Vann Prix Føroyar við GoGo Blues. 23. apríl 2005 vann hann Prix Føroyar í bólkinum GoGo Blues. Umframt at vinna sjálva tónleikakappingina, vann GoGoBlues virðisløn fyri besta tónleikabólk, umframt at bólkurin varð boðin við til G!Festivalin. Í august sama árið var hann saman við GoGo Blues í Kanada og spældi á ymsum festivalum. GoGo Blues gav út fløgu í 2005. Spælir við fleiri ymiskum bólkum og tónleikarum. Uni spælir við ymiskum bólkum og tónleikarum, m.a. Debess Blues Station, Crawling Blue og saman við øðrum einstøkum tónleikarum. M.a. hevur hann framført saman við Froðbiar Sóknar Blues Orkestri og við Trónda Enni úr Suðuroynni og við pápabeiggja sínum Edvard Nyholm Debess. Teir báðir hava spælt saman í einum bólki sum teir nevna Debess Blues Station. Í desember 2010 góvu teir fløvu út við sama heiti. Slóðir. Debess, Uni Reinert Debess, Uni Reinert Vatikanið. Vatikanið (latín: "Status Civitatis Vaticanae", italskt: "Stato della Città del Vaticano"), eisini nevnt Vatikanríkið, er mitt í Rom og er heimsins minsta frælsa ríki. Mong fólk koma higar at vitja, tí at hetta ríkið hevur stóran átrúnaðarligan týdning, og har eru stór mentanarsøvn. Vatikanið hevur egið flagg, egnan tjóðsang, egin frímerki og egnar myntir umframt dagblað og útvarpsstøð. Har búgva eini 1.000 fólk. Pæturskirkjan er í Vatikanríkinum, og er ein av størstu kirkjunum í heiminum, og miðdepil hjá katólsku kirkjuni. Her hevur katólska kirkjan høvuðssæti, og her býr pávin. Fyrr ráddi pávin fyri mongum ríkjum í Italia; men nú á døgum er bara Vatikanríkið eftir. Pávin er hægsti myndugleiki fyri róma-kirkjuni. 900 milliónir eru rómversk-katólskar. Landalæra. Vatikanríkið er í Róm. Tað er bara 0,44 km2 og er heimsins minsta sjálvstøðuga land. Norn. Tungumálið norn var ein grein av fornnorrønum. Tað varð tosað av norðbúgvum í Hetlandi, Orknoyum, Norðurskotlandi og norðast í Suðuroyum (við síðuna av gæliskum) meðan hesi øki vóru undir norskum yvirvaldi, annars var upprunamálið í økinum piktiskt. Eftir at hesi øki høvdu verið undir norskum valdi í meir enn 500 ár, vórðu tey aftur løgd undir skotska kongsríkið í 15. øld; norn bleiv tá mótvirkað av stjórn og kirkju, og skotskt mál kom í staðin eina tíð og síðani enskt. Ikki er greitt júst nær norn doyði út. Tað kann hava verið tosað í pørtum av londunum báðum til 18. øld. Smáir partar av málinum og tøkuorð yvirlivdu og komu inn í lokalt skotskt enskt eftir at høvuðsmálið sjálvt doyði. Ymisk bygdamál vórðu eisini tosað á meginlandinum í Skotlandi. T.d. á Katanesi (Caithness á enskum), men doyðu út mangar øldir áðrenn í Orknoyum og Hetlandi. Tískil tosa summir frøðingar um katanesnorn, meðan aðrir ikki gera tað. Man veit minni um katanesnorn enn um norn í Orknoyum og Hetlandi. Fragment. Lutfalsliga lítið av skrivaðum norni hevur yvirlivað. Tað, sum er til, umfatar bønina Faðir vár. Matteus 6:9-13 ella "Faðir vár" á ymsum tungumálum. Ein hetlendsk "guddick" (gáta) á norn, sum Jakob Jakobsen, skrivaði niður á norðastu oynni í Hetlandi, Unst. Svarið er ein kúgv. Fýra júgur hanga, fýra bein ganga, tvey horn og tvey oyru standa uppí ský, tvey eygu vísa veg á bø og ein hali darlar aftast. Foula 1774. Tá G. Low vitjaði á Foula í 1774, skrivaði hann Hildinakvæðið, Faðir vár bønina og ein orðalista við norn orðum niður. Norn orðalisti Foula 1774 Telefonlandakotur. Hetta er listi yvir telefonlandskotur. Um ringt verður úr Føroyum, skal 00 setast í staðin fyri +. Tórshavnar kommuna. Tórshavnar Kommuna er størsta kommuna í Føroyum. Tórshavnar Kommuna hevur umleið 22 519 íbúgvar (2021). Kommunan fevnir um Tórshavn, Hoyvík, Argir, Hvítanes, Kaldbak, Kaldbaksbotn, Kollafjørð, Kirkjubø, Velbastað, Norðradal, Sund, Syðradal, Oyrareingir, Signabø, Hest, Koltur og Nólsoy. Umleið 650 bátapláss eru í kommununi. Flestu teirra eru í Havn og á Argjum, tilsamans 520 pláss. Í Kollafirði og Signabø eru 74 pláss, í Nólsoy 25, og í Kaldbak og Hesti eru eini 15-20 í hvørjum stað. Fólkatalið í Tórshavnar kommunu hevur støðugt verið veksandi seinastu árini. Í november 2015 búðu 22 519 fólk í høvuðsstaðarkommununi. Søga. a> er á Vaglinum mitt í býnum. Tórshavn er gamal staður og frá fyrstu landnámstíðini varð høvuðsting føroyinga hildið á Tinganesi, nesinum sum skilir havnalagið sundur í Eystaruvág og Vestaruvág. Tórshavn liggur mitt í landinum. Saman við tingsetunum kom eisini handilsskapur og Tórshavn gjørdist handilsstaður og miðstøð føroyinga. Á nesinum vórðu goymsluhús og handilshús reist, her helt kongaligi einahandilin til, sum stóð fyri øllum vøruflutningi í Føroyum og ímillum lond. Á nesinum og uttan um Eystaruvág var so búsetingin. Fólkatalið fór at vaksa, og var komið upp á 850, tá ið einahandilin var avtikin og fríhandil settur á stovn í 1856. Men staðurin hevði ikki sína egnu umsiting, var ikki býur, men bygd sum aðrar bygdir í landinum, skipað eftir avgerðum í tinginum og seinni av danska embætisverkinum, tá ið løgtingið varð niðurlagt í árunum 1816-1852. Við nýggju donsku grundlógini í 1849 varð nýggj fyrisiting skipað við amtum og kommunum í danska ríkinum, og tann 16. februar 1866 kom lóg um "Thorshavns kommunale Forfatning". Tá gjørdist Tórshavn serstøk kommuna, ið umfataði staðin sjálvan og garðarnar uttanfyri, Húsagarður og Álaker við tí, ið til teir hoyrdu. Til at stýra kommununi skuldu veljast 5 borgarar í borgaraumboðið, "Borgerrepræsentationen", sum tað kallaðist. Hesir fimm skuldu stýra saman við landsins fúta, sum varð fastur limur í stýrinum. Í 1866 hevur Tórshavn verið kommuna. Nógv er broytt, kommunan gjørdist býur og keypstaður í 1908, landaøkið er vaksið og ikki minst er fólkatalið økt og liggur nú nær teimum 19 000. Býráðsumsitingin heldur nú til í gamla kommunuskúlanum frá 1894, gróthúsunum í miðbýnum. Í meira enn 1000 ár hevur Tórshavn verið miðdepil landsins. Men ikki fyrr enn í 1866 varð Tórshavn formliga viðurkendur sum sjálvstýrandi eind, sum veruligur høvuðsstaður. Mary (krúnprinsessa). Krúnprinsessa Mary er fødd 5. februar 1972 í Hobart, Avstralia sum Mary Elizabeth Donaldson'". Hon eigur saman við Fríðriki krúnprinsi børnini Prins Christian (Christian Valdemar Henri John), føddur 2005, Prinsessa Isabella, fødd 2007 og tvíburðarnir Prins Vincent (Vincent Frederik Minik Alexander) og Prinsessa Josephine (Josephine Sophia Ivalo Mathilda), fødd 2010. Mary er dóttir John Donaldson, professara, og Henrietta Clark Donaldson. Bæði eru fødd í Skotlandi og fluttu til Tasmania í 1963. Hon er útbúgvin BA í løgfrøði og virkisbúskapi ("Bachelor of Commerce and Law" - BCom.LLB) frá "University of Tasmania" (1989 til 1994). Hon hevur starvast hjá DDB Needham í Melbourne, Young & Rubicam í Sydney og hjá Microsoft Business Solutions í Danmark. Hon gistist Fríðriki krúnprinsi hin 14. mai, 2004. Krúnprinsessa Mary gjørdist Riddari av Elefantordanum í 2004. Lívssøga. Hon er fødd í Hobart í Tasmania í Avstralia. Mary er yngst av fýra systkjum. Hon eigur beiggja og tvær systrar. Foreldur hennara, John Dalgleish Donaldson og Henrietta Clark Donaldson, eru bæði úr Skotlandi, men fluttu í 1963 til Tasmania, har Mary er fødd og uppvaksin. Mamma Mary doyði í 1997 undir einari hjartaskurðviðgerð, og fýra ár seinni giftist pápi hennara uppaftur við Susan Moody, ið er rithøvundur. Sum trý ára gomul fór Mary í forskúla. Síðan gekk hon í skúla øll árini frá 1978 til 95. Fyrst tvey ár í USA, har pápi hennara arbeiddi fyri NASA í Houston, Texas. So Taroona High School, Hobart College og seinast Lærdi háskúlin í Tasmania, har Mary tók ta sokallaðu Bachelorútbúgving í búskapi og løgfrøði. Eftir Lærda háskúlan tók Mary eina tvey ára langa útbúgving innan marknaðarføring, og var síðan í fleiri stórum lýsingarfyritøkum m.a. í Melbourne, Edinburgh og seinast í Sydney, fyrst hjá Young & Rubicam og seinni hjá Love Branding. Donaldson flutti til Danmarkar í 2002 í eina íbúð á Langelinie, og 8. oktobur 2003 vóru tey trúlovað. Týr (tónleikabólkur). Týr er ein føroyskur víkingarmálmsbólkur. Limir: "sang & gittara" Heri Joensen; "gittara" Terji Skibenæs; "bass" Gunnar H. Thomsen; "trummur" Kári Streymoy. Fyrrverandi limir: "sangur" Pól Arni Holm (2001-2002); Allan Streymoy (2002); "gittara" Jón Joensen (2001); Ottó Páll Arnarson (2004). Avloysarar: "trummur" Amon Ellingsgaard (2008); Merlin Sutter (2008). Útgávur. Eric the Red í 2006 er ein nýútgáva við nýggjum húsa og tveimum eyka skeringum. Ernst Krenn. Ernst Krenn, róptur "Álvur við Gjógv", varð føddur tann 23. desember 1897 í Allentsteig (Eysturríki), deyður 15. apríl 1954 har. Hann var lærari og eysturríkiskur føroyavinur. 3. januar. 3. januar er dagur 3 í árinum í gregorianska kalendaranum. 362 dagar eru eftir av árinum (363 dagar um skotár er). 5. januar. 5. januar er dagur 5 í árinum í gregorianska kalendaranum. 360 dagar eru eftir av árinum (361 dagar um skotár er). 6. januar. 6. januar er dagur 6 í árinum í gregorianska kalendaranum. 359 dagar eru eftir av árinum (360 dagar um skotár er). Dagurin verður eisini róptur trettandi ella trettandadagur - t.e. trettandi dagurin eftir jóladag. Dagurin kallast í kirkjuligum høpi eisini epifania, t.e. opinbering. 6. januar er 1. jóladagur eftir julianska kalendaranum, sum var brúktur til 1. mars 1700 - og sum ortodokska kirkjan framvegis brúkar. Tíðin frá jólum til trettanda varð eisini kallað "millum jólanna" t.e. millum jól eftir nýggja (gregorianska) kalendaranum og gamla (julianska) kalendaranum. 7. januar. 7. januar er dagur 7 í árinum í gregorianska kalendaranum. 358 dagar eru eftir av árinum (359 dagar um skotár er). 8. januar. 8. januar er dagur 8 í árinum í gregorianska kalendaranum. 357 dagar eru eftir av árinum (358 dagar um skotár er). 9. januar. 9. januar er dagur 9 í árinum í gregorianska kalendaranum. 356 dagar eru eftir av árinum (357 dagar um skotár er). 10. januar. 10. januar er dagur 10 í árinum í gregorianska kalendaranum. 355 dagar eru eftir av árinum (356 dagar um skotár er). 11. januar. 11. januar er dagur 11 í árinum í gregorianska kalendaranum. 354 dagar eru eftir av árinum (355 dagar um skotár er). 12. januar. 12. januar er dagur 12 í árinum í gregorianska kalendaranum. 353 dagar eru eftir av árinum (354 dagar um skotár er). 13. januar. 13. januar er dagur 13 í árinum í gregorianska kalendaranum. 352 dagar eru eftir av árinum (353 dagar um skotár er). Dagurin verður eisini róptur Tjúgunda halgi, og henda dag verða jólini roknað at enda. 14. januar. 14. januar er dagur 14 í árinum í gregorianska kalendaranum. 351 dagar eru eftir av árinum (352 dagar um skotár er). 15. januar. 15. januar er dagur 15 í árinum í gregorianska kalendaranum. 350 dagar eru eftir av árinum (351 dagar um skotár er). 16. januar. 16. januar er dagur 16 í árinum í gregorianska kalendaranum. 349 dagar eru eftir av árinum (350 dagar um skotár er). 17. januar. 17. januar er dagur 17 í árinum í gregorianska kalendaranum. 348 dagar eru eftir av árinum (349 dagar um skotár er). 18. januar. 18. januar er dagur 18 í árinum í gregorianska kalendaranum. 347 dagar eru eftir av árinum (348 dagar um skotár er). Gomlu jól - tað er jólini sum tey lógu eftir julianska kalendaranum - vóru roknað at enda henda dagin. 19. januar. 19. januar er dagur 19 í árinum í gregorianska kalendaranum. 346 dagar eru eftir av árinum (347 dagar um skotár er). Dagurin ber heitið Kyndilsmessuknútur. 20. januar. 20. januar er dagur 20 í árinum í gregorianska kalendaranum. 345 dagar eru eftir av árinum (346 dagar um skotár er). Dagurin hevur heitið Brøðramessa. 21. januar. 21. januar er dagur 21 í árinum í gregorianska kalendaranum. 344 dagar eru eftir av árinum (345 dagar um skotár er). 22. januar. 22. januar er dagur 22 í árinum í gregorianska kalendaranum. 343 dagar eru eftir av árinum (344 dagar um skotár er). 23. januar. 23. januar er dagur 23 í árinum í gregorianska kalendaranum. 342 dagar eru eftir av árinum (343 dagar um skotár er). 24. januar. 24. januar er dagur 24 í árinum í gregorianska kalendaranum. 341 dagar eru eftir av árinum (342 dagar um skotár er). 25. januar. 25. januar er dagur 25 í árinum í gregorianska kalendaranum. 340 dagar eru eftir av árinum (341 dagar um skotár er). Dagurin ber heitið Pálsmessa. Súla og lomviga koma at landi á pálsmessu, 25. januar. 26. januar. 26. januar er dagur 26 í árinum í gregorianska kalendaranum. 339 dagar eru eftir av árinum (340 dagar um skotár er). 27. januar. 27. januar er dagur 27 í árinum í gregorianska kalendaranum. 338 dagar eru eftir av árinum (339 dagar um skotár er). 28. januar. 28. januar er dagur 28 í árinum í gregorianska kalendaranum. 337 dagar eru eftir av árinum (338 dagar um skotár er). 29. januar. 29. januar er dagur 29 í árinum í gregorianska kalendaranum. 336 dagar eru eftir av árinum (337 dagar um skotár er). 30. januar. 30. januar er dagur 30 í árinum í gregorianska kalendaranum. 335 dagar eru eftir av árinum (336 dagar um skotár er). 31. januar. 31. januar er dagur 31 í árinum í gregorianska kalendaranum. 334 dagar eru eftir av árinum (335 dagar um skotár er). 14. september. 14. september er dagur 259 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 260 um skotár er). 106 dagar eru eftir av árinum. Dagurin eitur Dýrd krossins. Eisini róptur krossmessa um heystið. Krossurin, sum drotningin Helena fann, Kristi krossur, varð tikin og fluttur burtur av heidningum, men funnin aftur og førdur til Jerusalems. Dagurin hátíðarhildin til minnis um hesa hending. 14. september er eisini dagurin, tá ið atkvøðugreiðsla í 1946 var í Føroyum um samband við Danmark ella loysing. Í Føroyum hevur eisini verið eitt tíðindablað við heitinum 14. september - sí 14. september (tíðindablað). Fólkaatkvøðan 14. september 1946. Forsøgan. 9. apríl 1940 varð Danmark hersett av Týsklandi. 12. apríl vórðu Føroyar hersettar av Bretlandi. Meðan kríggið leikaði á, kundi einki politiskt samband vera millum Føroya og Danmark. Tí máttu føroyingar klára seg sjálvar undir krígnum. 25. apríl varð Merkið viðurkent av bretskum myndugleikum. 9. mai kom bráðfeingisstýrisskipan í gildi, sum gav Løgtinginum lóggávuvald og amtmanni útinnandi vald. 27. oktober 1945 varð kunngjørt í Dimmalætting, at Danmark varð fríðað og at danska stjórnin hevði góðkent, at Føroyar høvdu verið stýrdar eftir serligum reglum undir krígnum. Síðani fóru samráðingar fram millum umboð fyri Løgtingið og donsku stjórnina í Danmark um framtíðarstøðu Føroya. Eftir mánaðalangar samráðingar kláraðu føroyingar ikki at semjast innanhýsis, og enn minni at semjast við donsku stjórnina. Danska stjórnin gjørdi tó eitt uppskot um eina heimastýrisskipan. Fólkaatkvøðan. I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi? II. Ynskja tygum loysing Danmark og Føroya millum? Atkvøðugreiðslan fór fram á tann hátt, at krossur skuldi setast fyri tað punktið, veljarin ynskti. Tó skal viðmerkjast at fólkafloksmenn, sum ynsktu fleiri punkt at velja millum, heittu á fólk um at skriva nei útfyri punkt eitt, um tey ikki ynsktu tað. Javnaðarmenn somuleiðis viðvíkjandi øðrum punkti. Eftirspæl. Eftir at úrslitið varð kunngjørt fór ein meiriluti av Løgtinginum at fremja loysingina, sum fólkið hevur samtykt, sambært meirilutanum. Jákup í Jákupsstovu varð tveittur úr Javnaðarflokkinum afturfyri at vera uppií meirilutanum. 23. september kunngjørdu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, at teir mettu ætlaðu gerðirnar hjá Løgtingsmeirilutanum at vera lógarbrot, og at teir tí í mótmæli rýmdu úr tinginum. 25. september kunngjørdi amtmaður fyri Løgtinginum, at kongur hevði upployst tingið og útskrivað nýval. a> 27. september skuldi tingfundur vera aftur. Men Fólkaflokkurin møtti ikki eftir at kongur hevði sent tingið heim. Jákup í Jákupsstovu møtti einsamallur. 8. november 1946 var nýtt løgtingsval. Gamli loysingarmeirilutin fekk 8 tingmenn meðan gamla andstøðan fekk 12. Síðani fóru nýggjar samráðingar fram millum nýggja løgtingsmeirilutan og donsku stjórnina. Hesar samráðingar endaðu við, at Heimastýrislógin kom í gildi 1. apríl 1948. Sum mótmæli ímóti heimastýrislógini varð Tjóðveldisflokkurin stovnaður á fundi 22. og 23. mai. Færingetidende. Fyrsta avísin í FøroyumFæringetidende er fyrsta avísin, sum kom út í Føroyum. Niels Winther flutti sum nýútbúgvin løgfrøðingur heim til Føroya og byrjaði at geva fyrstu føroysku avísina út 13. mai 1852. Við "Færingetidende" varð fyrstu ferð funnist at donsku embætismonnunum í Føroyum og kongliga einahandlinum. Mønustingin fekk blaðið, eftir at tað í blaði nr. 8 ákærdi einahandilin fyri at snýta við vørum móti einum rættarleysum og fátækum keypara. Niels Winther varð dømdur at gjalda eina bót áljóðandi 600 ríkisdálar fyri ærumeiðing. Hetta tí at umtalaði keyparin ikki vildi standa fram og vitna. Einans 9 bløð komu út av "Færingetidende", fyrstu ferð 13. mai 1852 og seinastu ferð 27. juli sama ár. Málið var danskt, tí føroyskt hevði enn ikki vunnið frama. Niels Christopher Winther. Niels Christopher Winther (2. juli 1822 - 24. februar 1892) arbeiddi sum sakførari í Havn og í Hjørring til 1868. Hann gav fyrsta blað út í Føroyum, Færingetidende, sum tó bert kom út 9 ferðir í tíðarskeiðnum 13. mai 1852 til 27. juli sama ár. Hann sat á løgtingi frá 1852 til 1857 og var valdur fyrst í Eysturoyar valdømi og síðani í Norðstreymoyar. Harafturat sat hann á fólkatingi frá 1851 til 1857. Á fyrsta fólkatingsvalinum í 1851 varð Niels Winther valdur. Hann var úr Havn, har pápi hansara var snikkari. Hann hevði góð evni, og sorenskrivarin Niels Hunderup tók sær av honum og hjálpi honum seinni at lesa løgfrøði í Keypmannahavn. Hann var liðugur sum juristur longu í 1842 og kom til Føroya í 1849 fyri at virka sum sakførari og fá ár seinni eisini sum politikari. Niels Winther. #REDIRECT Niels Christopher Winther Mai. Mai er fimti mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og ein av 7 mánaðum, sum hava 31 dagar. Navnið "mai" kemur frá tí rómversku gudinnuni Maju, sum er gudinna fyri gróður og grøði. Altjóða arbeiðaradagur. Altjóða arbeiðaradagur er tann 1. mai. Vanligt hevur verið, at arbeiðsfólk, sum eru limir í arbeiðarafeløgum, fáa frí henda dagin og møtast fyri at tosa um og hoyra um viðurskifti sum viðkoma teimum. Í Føroyum hevur 1. mai-dagshald verið vanligt á Vaglinum í Havn og kring alt landið. Seinastu árini er arbeiðararørslan tó givin við at skipa fyri 1. mai. Í Havn verður dagurin tó enn hildin á Vaglinum. Hertugadømið Finnland. Finnland var partur av Svenska Kongaríkinum, men hóast hetta hevur landið altíð havt serliga støðu t.d. við serstøkum dømandi og fyrisitandi løgdømi. Í 1581 fekk landið heiti sum svenskt stórhertugadømi. Í finska krígnum, kríggj millum Svøríki og Russland frá februar 1808 til september 1809, varð Finnland hertikið av russum. Serliga løgfrøðiliga støðan hjá Finnlandi hevði við sær, at tað ikki varð limað inn í Russiska Tsarveldið. Tsarurin, Aleksandur I, helt tað vera skilabetri at varðveita somu støðu, sum Finnland hevði havt í øldir undir svenskum yvirræði. Finskur ríkisdagur varð fyri fyrstu ferð hildin í 1809. Úrslitið var ein sáttmáli millum tsarin og ríkisdagin um eitt samveldi. Finnland fekk egna stjórnarskipan og tsarurin gjørdist finskur konstitutionellur monarkur við heitinum stórhertugi. Við skipanini boðaði tsarurin frá, at Finnland nú var tjóð millum tjóðir. Markið millum Finnland og Russland var eisini varðveitt. Í 1917 fór ein kollvelting fram í Russlandi. Tsarsins vald varð latið einari serligari russiskari bráfeingisstjórn. Við hesum stóð Finnland eftir uttan nakran stórhertuga. Bráfeingisstjórnin metti seg hava tsarsins heimildir í Finnlandi. Finnar, sum óttaðust ruðuleikarnar í Russlandi, vildu heldur hava valdið flutt til ein heimligan stovn, helst ríkisdagin. Fyrsta royndin miseydnaðist, tá bráfeingisstjórnin ikki vildi staðfesta sonevndu heimildarlógina frá 1917. Í staðin varð ríkisdagurin sendur til hús og nýtt val útskrivað. Seinna royndin at slíta frá russum eydnaðist í mánaðunum november-desember 1917. Greiður meiriluti av ríkisdegnum gjørdi av, at ríkisdagurin fyribils skuldi hava tær heimildir, sum fyrr lógi hjá tsari og stórhertuga. Hetta var mett sum de facto loysing frá Russlandi og formlig frælsisyvirlýsing varð samtykt nakrar dagar seinni. Nýggja russiska stjórnin, sosialistiska sovjet-stjórnin, valdi at viðurkenna finska fullveldið. Í 1918 var borgarakríggj í Finnlandi. Og í 1919 bar til at fáa semju um eina lýðveldisskipan við forseta. Hertugadømið Finnland var nú søga. Flotoyggj. Fleiri íbúgvar hava boða frá, at ein flotoyggj ofta hevur verið at síggja norðan fyri landið. Hetta er ikki bara frásagnir ið eru bornar víðari frá forfedrunum, men eisini fólk nú á døgum siga fyri satt, at tey hava sæð hana í nakrar tímar. Tey siga seg hava sæð fjøll og dalar á henni, áir ið streyma í dølunum og at tey týðuliga sóu at hon var grøn í neðra og í dølunum. Tann 28. apríl fyrra árið kom skiparin Poul Baadsted til Føroyar við sínum skipi. Bæði hann og tveir ungir prestar, ið vóru við á ferðini, nevniliga Gregers Pederssøn og Peder Clementsøn, søgdu frá, at teir á leiðini sóu eina oyggj, tá skipið var rikið av kós sunnanfyri Føroyar. Tá teir komu nær oynni, sóu teir hana týðuliga við fjøllum, bjørgum og streymandi áum, grøn við sjóvarmálan og við klettum og skerum undir landi, ikki ólík teimum føroysku oyggjunum. Men teir sóu ongar aðrar oyggjar og mettu tí at teir vóru snýttir. Teir sigldu tí víðari norðureftir og komu eftirhondini fram til Føroyar. Skiparin metti at oyggin lá ellivu míl í ein landsynning úr Føroyum. Um nøkur føst oyggj lá á tí positiónini, hevði hon fyri langari tíð síðani verið funnun, eftirsum skipini ið sigla á Ísland ofta sigla á tí leiðini. Tey skip ið koma sunnanífrá og stevna norður um Hetland, seta kósina eftir Føroyum, og mugu tí koma framvið tí staðnum. So um ein føst oyggj lá har, hevði hon verið kend frammanundan. Enckhuyser Eyland, ið varð funnin og navngivin av hollendingum, lá undir 65 gradum norðari breidd ella latitude, 45 míl í ein útnyrðing úr Føroyum. Tað er týdningarmikið at nevna hana, av tí at hon ikki longur finst. Tað er upp til tann einstaka at avgera um tað er natúrligt, at ein sovorin landmassi av hørðum gróti kann hava verið til og so hvørva aftur. Um oyggin var av plantum og viksteini, so kundi tað verið, men so mátti hon hava floti omaná, sum flotoyggjarnar í ferskvatni, samanvovin av rótum, við eitt sindur av mold og grasi. Íbúgvarnir siga annars um Svínoynna, at hon upprunaliga hevur verið ein flotoyggj. Teir meta, at um ein kundi komi út á tað (flot)oynna ið ofta sæst, og kasta stál á hana, so hevði hon sett seg. Hetta svarar til yvirtrúnna hjá kavarum, ið leggja stál á dýrgripirnar teir finna á havbotninum, so tey fornisku ikki skulu flyta teir, tá kavararnir fara upp aftur. Mong eru tey ið siga frá tílíkum flotoyggjum, og vilja vera við at tær eru veruleiki. Men eg trúgvi hesum ikki, ei heldur nakrari yvirtrúgv (teimum viðvíkjandi). Hevði tær ikki verið sagdar at líkjast vanligum oyggjum, so vildi eg hildið at tær vóru ísfjøll ið eru komin rekandi úr Grønlandi. Um so ikki er, so er tað mín fasta trúgv, at hetta er fyrigykling og sjónarvilling hjá Djevlinum, sum í sær sjálvum er ein sannur meistari í slíkum. Tí hann hevur ofta gykla teir fyrr í øðrum líki. Tað er kent millum manna, hvussu Satan um nætur, tá teir eru á útróðri um veturin, hevur víst seg fyri teimum sum ein bátur við manning og fiskireiðskapi. Hann hevur tala við teir, givið teimum agn og sagt teimum frá góðum miðum. Teir bæði kenna til og nýta tey mið ið hann hevur sagt teimum frá. Um Satan kann vísa seg í bátalíki fyri íbúgvunum, so kann hann eisini gera tað í landalíki, kanska fyri at lokka tey vantrúnu til sín og føra tey út í vanlukku... Risin og Kellingin. Norðan fyri bygdina á Eiði, ytst á flógvanum, sum er millum Eysturoy og Streymoy, standa framman fyri landi tveir stórir drangar, sum rópast Risin (71m) og Kellingin (69m), hin ytri og hon innari landinum, og har er rætt sund ímillum teirra, tá ið kyrt er. Um hesar drangarnar er søgnin, at einusinni ætlaði Ísland at flyta Føroyar norður til sín og sendi tí ein stóran risa og konu hansara at fáa tær fluttar har norður. Tey komu bæði at tí ytsta berginum, sum rópast Eiðiskollur og longst móti útnyrðingi. Risin varð standandi úti í sjónum, meðan kellingin fór upp á kollin at fatla byrðuna. Hann skuldi bera, og skúgva hana fram á hann. Fyrsta tak hon tók, var so fast, at "Ytri Kollur" skrædnaði frá; hon royndi tí at fáa fetilin fastan í einum øðrum stað á kollinum, men ikki vildi bera í lag hjá teimum; - grundvøllurin var fastur, og oyggjarnar ikki lættar at flyta. So er sagt, at enn stóð kelling uppi á kolli, tá ið dimmi tók at lætta; - tey ræddust dagin, og hon fór tí sum skjótast oman til risan, sum stóð í sjónum og bíðaði eftir henni; men ov leingi høvdu tey drálað, tí í sama bili, tey funnust undir kollinum og skuldu vaða leið sína norður til Íslands, risin undan og kellingin aftaná, tá reis sól úr havi, og tey gjørdust bæði til steinar, og standa nú og líta ímóti Íslandi, men sleppa ongan veg. Aðrir siga, at tey vóru send at fáa korn úr Føroyum, av tí at kornneyð var heima í Íslandi; tað sæst, at kellingin hevur sum knýti ella posa á baki. Havfrúgv. Havfrúgvin ella Sævarmoyggin er ein yvirnatúrlig vera á sjónum. Víkingur. Heitið víkingur verður brúkt um norrønar ferðamenn í Víkingaøld, um mentanina hjá hesum norðbúgvum, um tíðarskeiðið, um sjálvar ferðirnar og um fólk, ið búgva í víkum. Víkingar voru týdningarmiklir leikarar í evropeiskari søgu. Víkingur er eisini navnið á fótbóltsfelag í Eysturoy, sum er ein samanlegging av Gøtu Ítróttarfelag og Leirvíkar Ítróttarfelag. Orðauppruni. Upprunin av orðinum "víkingur" er ikki greiður. Flestu serfrøðingar eru tó samdir um at tað kemur av orðinum "vík". Summir serfrøðingar halda at orðið upprunaliga hevur merkt virksemi í víkum. Seinni verður orðið samheiti við sjóferð. Ein "víkingur" er so einhvør ið fæst við slíkt virksemi ella býr í einari vík. Í íslendingasøgum merkir "at fara í víking" tað sama sum at fara á sjóferð. Ein "víkingur" er ein sjómaður ella hermaður, ið er við á ferðini. Í handritum úr miðøld, sum ikki eru skrivað av norðbúgvum, merkir "víkingur" sjórænari. Víkingar vóru kendir fyri síni álop á kleystur og kirkjur í víkingaøld, so tað er ikki løgið, um orðini víkingur og sjórænari av hesum eru vorðin samheiti. Orðið er varðveitt í nútíðarføroyskum sum heiti fyri fólk, ið búgva í víkum. Dømi eru klaksvíkingur, hoyvíkingur og húsavíkingur. Orðið var eisini nýtt á henda hátt í víkingaøld av norðbúgvum sjálvum. Víkingaøld. Víkingaøld er heiti fyri eitt ávíst tíðarskeið í evropeiskari søgu frá um leið 750 til um leið 1050. Tíðarskeiðið byrjar við teimum fyrstu kendu álopunum í Bretlandi og endar við trúðarskiftinum frá Ásatrúnni til Kristindóm, tá Miðøld tekur við. Stórur fólkavøkstur var í Norðurlondum hesa tíðina. Norðurlendsku kongsríkini Noreg, Danmark og Svøríki vórðu til. Mong fólk fóru um hav á ránsferðum, handilsferðum og at búseta seg í bygdum og óbygdum londum. Sambært Føroyingasøgu savnaði Haraldur Hárfagri Noreg í eitt ríki við tí úrsliti at stór mannfjøld flýggjaði vestur um hav. Upp á tríggjar øldir megnaðu norðbúgvar, sum áðrenn víkingaøld ikki høvdu gjørt nógv um seg, at leggja Ongland undir seg, at koma til Grønlands og Ameriku og at leggja lunnarnar undir Russiska Ríkið. Anker Eli Petersen. "Sævarmaður", 1998, 55x60cm, Føroya Læraraskúli. Anker Eli Petersen, føddur tann 7. juni 1959 á Tvøroyri, er ein føroyskur grafikari, myndprýðari og yrkjari. Hann varð føddur á Tvøroyri, men flutti seinni til Havnar at búgva, og býr nú á Sjællandi. Hann er sjálvlærdur listamaður. Hann er serfrøðingur í kollasju og teldugrafikk. Fyrimyndir hansara eru William Heinesen, ið eisini var pappírsklipp listamaður og Elinborg Lützen. Anker Eli lærdi seg fornnorrønt, meðan hann gekk í skúla, í verkum hansara eru ein mongd av motivum úr norrønu gudalæruni. Hann hevur starvast sum netvørður og hevur týtt nógvar tekstir úr føroyskum til danskt og enskt og hevur eisini skrivað greinir um føroysk viðurskifti. Hann hevur eisini skrivað sangir, teir kendastu munnu vera barnsangurin "Á ferð til dreymaland" og "Ljóðsmynd". Síðstnevndi varð valdur til "Ársing føroyski sangur í 20. øld". Terji Rasmussen gjørdi lagi, sangurin er við á útgávuni Terji og Føstufressar, ið var útgivin í 1990. Hann hevur eisini myndprýtt fleiri bøkur og tónleikaútgávur. Anker Eli hevur gjørt grafiskt arbeiði fyri tað danska orkestrið Othala, sum sást í albummi teirra "Når alting er glemt", ið varð útgivið á heysti 2007. Útvaldar ser- og bólkaframsýningar. M.a. í Norðurlandahúsinum. Smiðjuni í Lítluvík. Foreningen Norden í Hørsholn, Birkerød og Allerød. Foreningen Norden í Gøteborg. Det Finske Kulturinstitut, Keypmannahavn. Føroyahúsið í Keypmannahavn. Vestnorrænt menningarsetur, Hafnarfjörður. Udstilling Nordlys, Horsens. L. Tandrup støtteprojekt, Horsens. Ymsar framsýningar fyri Postverk Føroya. Lucas Jacobsøn Debes. Lucas Jacobsøn Debes (1623 í Stubbekøbing - 28. september 1675 í Tórshavn) varð prestur og topograf. Slóðir úteftir. Debes, Lucas Jacobsøn Lucas Debes. #REDIRECT Lucas Jacobsøn Debes Føroyar í víkingaøld. #REDIRECT Víkingaøld í Føroyum Ásatrúgv. Ásatrúgvin var átrúnaður norðbúgva í fornøld og víkingaøld. Ásatrúgv verður eisini nevnd norrøna gudalæra. Nærum øll vitan um ásatrúgv er skrivað av fólki, sum ikki sjálvt var ásatrúgvandi. Eddukvæðið eldra (Sæmundar edda) og Eddukvæðið yngra (Snorra edda) eru týdningarmestu keldurnar, og eru skrivaðar í Íslandi í kristnari tíð. Ein onnur áhugaverd kelda er frásøgan frá einum muslimskum sendimanni nevndum Ahmad Ibn Fadlan, ið fór á ferð til Norðurlanda í 922. Ásatrúgv doyði út, tá ið kristindómur kom til Norðurlanda og fólkið tók við kristnari trúgv. Sagnir eru tó um, at ávísar bygdir hava verið verandi heidnar, t.e. ásatrúgvandi, langt upp í miðøld. Fólk er síðan farið at trúgva uppá hesa trúgv aftur. Nøkur hundrað skrásett ásatrúgvandi eru í Norðurlondum í dag. Ásatrúgvandi, blótarar ella heidningar'", trúgva uppá gudar nevndir æ"sir"; eintal ásur. Av hesum er orðið ásatrúgv avleitt. Hesir æsir liva í "Ásgarði," meðan menniskju liva í Miðgarði. Í Útgarði liva jatnir, sum vilja æsum til lívs. Hægstur av æsum er Óðin. Hann er alfaðir og kongur ásanna. Hann er einoygdur eftir at hava latið annað eyga sítt í veð fyri at drekka úr "Mímis brunni", haðan hann hevur fingið vísdóm sín. Ravnar Óðins, Hugin og Munin, flúgva um verøld alla og boða Óðini frá tí, ið fyri ferst í heiminum. Mætastur av æsum er Tórur. Hjá sær hevur hann hamaran Mjølnir. Nornurnar, Urð, Verandi og Skuld, ráða fyri mannalagnu. Tær spinna lagnutráð. Heiðursverdasti deyði, ið menn kunnu fáa, er at doyggja á vali, á krígsvølli. Teir, ið doyggja soleiðis verða av valkyrjunum førdir í Óðins høll til Valhalla, har teir sleppa at halda veitslu og stríðast hvønn dag til ragnaraka. Millum Ásgarðar og Miðgarðar er brúgvin Bivrøst, ælabogin, har ásurin Heimdallur situr á varðhaldi. Tá ið jatnir koma eftir Bivrøsti, skal Heimdallur blæsa í Gjallarhornið. Tá verður ragnarøk, t.e. heimsins undirgangur. Karsten Hoydal. Karsten Hoydal (28. mars 1912 í Hoydølum - 4. apríl 1990) var føroyskur rithøvundur. Hann fór ungur til Danmarkar at útbúgva seg innan landbúnað og fiskivinnu og starvaðist innan hetta arbeiðsøkið. Eitt skiftið var hann í Ekvador sum ráðgevi hjá Sameindum Tjóðum. Hann var løgtingsmaður og landsstýrismaður umboðandi Tjóðveldisflokkin. Karsten var fjøltáttaður høvundur og skald. Hann skrivaði yrkingar, stuttsøgur, týddi, ummælti, skrivaði yrkisgreinar og barnasøgur. Í sínum skaldskapi lýsti hann m.a. náttúruna, lívskorini, barnalyndið og vandan við kríggi og hernaðardubbing. Karsten Hoydal var nýskapandi høvundur, bæði málsliga og innihaldsliga. Fyrsta útgáva hansara var yrkingasavnið Myrkrið reyða í 1946. Útgávur. Karsten Hoydal gav út 4 yrkingasøvn:»Myrkrið reyða«1946,»Syngjandi grót«1951,»Vatnið og ljósið«1960 og heildarsavnið»Teinur og tal«1972. Familja. Kona hansara var Maria Louisa, fødd Falk-Rønne. Saman áttu tey fýra børn: tvíburðarnir Gunnar og Kjartan, Anniku og Egil. Politikarin Høgni Hoydal er abbasonur hansara. Keldur. Hoydal, Karsten Føroysk kongarekkja. Vanliga verður sagt, at Føroyar gjørdust norskt skattland í 1035, so tá fingu Føroyar sín fyrsta kong. Norska kongarekkjan er ikki eins neyv og hin danska. Onkur tíðarskeið eru meir enn ein kongur, onkuntíð tí fleiri eru útnevndir kongar í senn, onkuntíð tí fleiri gera krav uppá at vera kongur í senn. Ilt er at siga hvat samband føroyingar hava havt við kong í fyrstuni, men neyvari listi kann neyvan gerast. Øll nøvnini eru skrivað á føroyskum m.a. orsakað av at norsku og donsku stavingarnar ikki altíð samsvara. Heldur enn at velja aðra av teimum er hin føroyska nýtt. Sverri Sjúrðarson. Sverri Sjúrðarson varð føddur 1151 í Noregi, deyður 8. mars 1202 í Bergen. Hann vaks upp og varð prestlærdur á bispagarðinum í Kirkjubø og var Noregs kongur frá 1177/84 til 1202. Hattarvík. Hattarvík er ein bygd í Fugloy. Hon er tann eystasta bygdin í Føroyum. Hattarvík varð fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað einaferð í tíðarskeiðnum 1350-1400. Í Fugloy eru tvær bygdir: Kirkja og Hattarvík. Strekkið ímillum Kirkju og Hattarvík er 6 km. Í sjeytiárunum varð vegur gjørdur millum bygdirnar á Fugloynni. Arbeiðið við at gera vegin byrjaði miðskeiðis í sjeyti-árunum og varð vegurin tikin í nýtslu í umleið 1990. Í dag eru nøkur akfør í oynni. Kirkja og Hattarvík eru bygdir, sum síggjast at hava verið um leið ár 1350-1400, men sum kunnu vera eldri. Íbúgvatalið vaks upp í 100 fólk beint fyri Seinna heimskríggj og tók so at minka serliga frá 1960 og úteftir. Sambært tølum frá Hagstovuni í 2014 búgva 14 fólk í Hattarvík, men um veturin eru í mesta lagi seks fólk har. Tá mest fólk búðu í bygdini – umleið 1940 – vóru tey umleið 100. Í bygdini er kirkja og skúli. Kirkjan er bygd í 1899 og skúlin er bygdur í 1926. Kirkjan hevur áður verið á Kirkju, men tá nýggj kirkja skuldi byggjast í 1830-árunum, varð avgjørt at byggja hana í Hattarvík. Á Kirkju var ongin, ið tá kundi vera kirkjuverji, av tí at flestu menn á Kirkju gingu burtur við báti í 1818. Og ongin orsøk var at flyta hana frá Hattarvík, so ístaðin bleiv nýggj kirkja bygd har í 1898-1899, tí fyrra kirkjan var illa farin. Fugloyarbók. Sandoyarbók, sum Jóannes í Króki fór undir í 1821 og fullførdi 10 ár seinni, er uttan iva høvuðsavrikið hjá Jóannesi í Króki. Hetta verk var øðrum til fyrimynd, og úti í Fugloy fór Hanus Hansen (Hanus Hanusarson) (1794-1854), bóndi á Kellingargarði í Hattarvík, undir eitt sovorðið stórarbeiði. Hansara verk, Fugloyarbók, hevur 97 kvæði á 399 blaðsíðum. Hon varð givin próvstinum V. U. Hammershaimb sum gáva. Hóast Fugloyarbók má roknast at vera av minni týdningi enn Sandoyarbók, inniheldur hon nógv, ið ikki er at finna aðrastaðni. Hattarvíkar kirkja. Kirkjan í Hattarvík ár 2010. Tann 5. februar 1818 vóru teir flestu av monnunum á Kirkju - sjey í tali - á útróðri. Á heimleið drakk báturin í ósløttum sjógvi, og hann sakk. Bert tveir vórðu bjargaður, men annar teirra doyði, áðrenn teir vunnu upp hús í Svínoy. Tá oyggin, stutt eftir hetta, skuldi hava nýggja kirkju - sum higartil hevði verið á Kirkju - varð avgjørt at byggja hana í Hattarvík. Kirkjan var vígd í 1833. Í 1881 verður kirkjusýn hildið. Tá verður um kirkjuna sagt: Kirkjan í Fugloy er í ringum standi. Tornið er rotið og somuleiðis viðurin undir vindeygunum. Kirkjusýn vóru aftur í 1893 og 1896, men ikki fyrr enn í juni 1898, tá Símun Mikael Zachariassen staðfestir at kirkjan er at kalla ónýtilig, hendir nakað. 3. august hetta árið skrivar kirkjueftirlitið til Føroya Løgting við umbøn um at játta DDK 5836,70 kr. til at byggja nýggja kirkju fyri í Hattarvík, 24 x 12 alin til støddar. Tilboðið hevur Petur í Mattalág givið, og 20. september skriva hann og Christian Bærentsen, amtmaður, undir byggisáttmála. Afturat sær hevði Petur Magnus av Kamarinum, sum gjørdi timburarbeiði, og í Hattarvík vóru fleiri menn bæði til grót, træ og jarn, sum ivaleyst hjálptu til meir enn teir átta pliktarbeiðs-dagarnar, teimum vóru álagdir. 9. november 1899 sigur prósturin í skrivi amtinum frá, at Heilmann, prestur á Viðareiði, hevur vígt kirkjuna 29. oktober. Og vígsludagin hava Líggjas í Keldhúsinum og Guttormur í Geilini sýnað hana og váttað, at alt er væl úr hondum greitt. Gamla kirkjan stóð uppi í Húsi á markinum millum bø og haga. Nýggja kirkjan verða sett í býlinginum niðri í Húsi - á grundstykki, sum festið í Uttarstovu átti. Huldumaðurin og seyðamaðurin. Óskepna var komin at vera í einum hagaparti. Hetta helt so við í langa tíð, at seyðurin har vildi ikki trívast, og seyðamenninir doyðu, ein fyri og annar eftir. Menninir, ið áttu hagapartin, fingu fremmant seyðaslag at sleppa upp í hin seyðin; men einki hjálpti. Í endanum kom ein nýggjur seyðamaður, sum seyðurin treivst so væl hjá og varð bæði nógvur og feitur uttan í einum bóli; tann seyður, ið tók støðu har, kundi ikki lukkast. Hesin seyðamaður hevði tann vana, at hann gekk ikki tann vegin, sum hinir altíð vóru farnir, tá ið teir vóru burtur í haga. Ein dagin, sum hann er farin burtur í haga, møtir hann einum huldumanni. Huldumaðurin spyr, hvussu til stendur við seyðinum. “Tað stendur væl til hjá mær,” sigur seyðamaðurin, “uttan í einum bóli; men her hevur altíð verið so ring skepna fyrr.” “Tað vil eg væl trúgva,” segði huldumaðurin, “og eg skal nú siga tær frá, hvussu hetta hevur borið til: Hinir fyrru seyðamenninir hava altíð gingið ein annan veg, enn tú gongur, og beint undir tí veginum, sum teir hava gingið, liggja hús míni. Teir hava traðkað hol á takið hjá mær, so tað er komið at leka; men tú ert farin annan veg, og tí hevur tað eydnast tær so væl at røkta seyðin. Men hitt eina bólið, sum seyðurin ikki vil trívast í, skalt tú bróta niður, taka upp tað, sum liggur undir tí norðasta hornasteininum, og so byggja bólið upp aftur.” Maðurin so gjørdi, og tá ið hann lyfti tí norðasta hornasteininum upp, lá eitt rúnarhorn undir, sum ein annar hevði lagt har av tjóvskum sinni fyri at ganda seyðin. Hann bygdi bólið aftur, og tá doyði ikki ein seyður longur. Huldufólkið í Útistovu. Søgn er, at huldufólk búðu í Útistovu í Hattarvík. Tann kona, ið greiddi mær hetta, segði frá, at tá hon var nakað ung, sat hon og vaggaði tí yngstu systrini; tá kom ein gráklæddur maður inn og læt hurðina upp til stovuna. Hann varð standandi har við dyrnar og hugdi inn til sín, men segði einki. Hon varð ógvuliga bangin, men tordi ikki at rýma frá systrini. Endin var tann, at hon orkaði ikki at sita har longur men royndi at taka systrina í kneppið og leyp so upp í eina sokallaða himmalsong og krógvaði seg undir dýnuni. Hon var tó so bangin, at hon mátti fara at kaga eftir manninum og vita, hvat ið hann nú fór at gera. Tá sá hon, at hann stóð og kagaði eftir teimum. Tá orkaði hon ikki longur at tiga, men mátti skera í róp eftir mammuni, sum var í kjallaranum og mjólkaði. Mamman, sum hoyrdi hetta neyðarróp, kom við tað sama, men tá var eingin maður at síggja. Flotoyggj. Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj. Menn róðu at henni til at kasta stál á hana og festa hana so í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð á land, og tveittu tað út aftur á sjógv. So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til hennara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón. Ein av prestunum stóð fremstur í bátinum og kastaði Bíbliuna upp á land, meðan allir hinir stardu upp á oynna. Tá hjálpti; teir vóru mentir yvir trøllunum og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við Kirkju fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðanundir av brimi. Gullheyggjur. Tríggir menn komu úr Noregi til Fugloyar í Føroyum um tað bilið, tá ið Haraldur kongur hin hárfagri legði alt Noregs land undir seg. Gunnar æt hann, ið fyri teimum var, og Tróndur æt annar teirra, ið við honum vóru. Gunnar búsettist í Hattarvík. Hann hevði nógv gull við sær og ein ring um armin, sum kundi verja hann fyri trølldómi. Ein gandakelling, Steinvør, sum búði við Kellingará í Hattarvík, átti eina fosturdóttur, sum hon vildi so fegin hava gifta við Gunnari. Hon hevði allar vælir sínar frammi at fáa hann til at vera góðan við hana, men ikki batti. Tá gáddi hin gamla um ringin, sum hann hevði um armin, slepti so Gunnari og gav seg í lag við Trónd at lokka hann. Honum fekk hon skjótt bilbugt við, tí hann hevði einki til at verja seg fyri gandi. Hon sigur við hann, at hann fær ikki Gunnhild, dóttur sína, uttan hann fær henni fatur í ringin, sum Gunnar ber um armin. Ringurin er eitt virðileyst ting, heldur hon fyri, og hevur einki at týða, so tað er tað minsta, hann kann gera henni afturfyri. Tróndur lovar at royna. Um náttina, meðan Gunnar svevur, skal hann taka ringin burtur av armi hansara; men Gunnar vaknar í sama bili, sum hin nertir við, og drepur so Trónd, tí at hann sær, at hann vil svíkja seg. Meðan hevur kellingin skapað fosturdóttrina um til ein ravn. Tá ið Gunnar kastar tann blóðiga kroppin út, situr ravnurin uppi á tekjuni. Gunnar tekur boga sín og skjýtur hann, so hann dettur deyður niður, og kennir nú kroppin á Gunnhild, sum er vorðin umskapað aftur í fólkalíki. Nú er kellingin kjarnað og svør, at hon skal hevna honum hetta aftur tíðliga ella seint. Hon roynir allar vælir at fáa fatur á einum lindormi til at leggja á gull Gunnars og forða honum at koma at tí. Ein morgun, sum hon hyggur út, sær hon lindormin liggja á bønum. Nú er frøi á henni; hon gevur orminum bróst síni at súgva, at hann skal trívast væl og vaksa skjótt. Hon kennir á sær, hvussu hann drekkur lívið úr henni, sum hann sýgur; men hon leggur ikki lag í tað, bara hon fær hevnd. Næsta vár fór Gunnar víkingur burtur at herja. Alt visti kellingin og sá, at hann festi sær konu tað sama summarið. Tá ið nakað leið at tíðini, sum Gunnar skuldi koma aftur, bar hon lindormin út á gull hansara; tað var goymt í jørðini undir húsi Gunnars, har sum nú Gullheyggjur er. Ein stór jøvn hella liggur uppiá, skínandi hvít at síggja. Har gróv kellingin undir grundini og setti kropp Trónds aftur í holið sum tøpp. Ikki hevði hon bindindi at bíða, til Gunnar kom; tá ið hon sá skip hansara, skapaði hon seg um til ein hval, fór ímóti skipinum og slerdi tað sundur í sor. Tað var Gunnars bani, tí ringurin vardi hann bert á landi og ikki á sjógv. Men gandakellingin læt sítt lív har eisini, tí lindormurin hevði sogið allan merg burtur úr henni. Lindormurin varðveitti gullið og liggur á tí enn. Høvur hansara liggur undir øskudunganum (“niðri á øskudunga”, sum tey rópa tað) tætt undir húsunum í Hattarvík, men halin liggur “inni á tjørn” (innantil á hálsinum, hálvan fjórðing frá bygdini). Buktin liggur á gullinum undir Gullheyginum. Søgn er, at, fær ormurin høvdið út undan øskudunganum, skal Hattarvík forganga. Seksti ár herfyri fóru nakrir menn úr Hattarvík at grava eftir gullinum oman fyri Dyrhamar, har sum kellingin skuldi seta tøppin í, men góvu arbeiðið yvir, tí at teir hildu seg hoyra blástur av orminum. Onnur frásøgn um gullið í Gullheyggi er tann, at Gongu-Rólvur skuldi koma skipráki til Hattarvíkar og so grava gullkistu niður har í áðurnevnda heyggj. Jógvan og Eyðun Tróndarson. Tróndur bóndi á Kellingargarði í Hattarvík í Fugloy átti tríggjar synir: Eyðun, Heinrikur (eyknevndur “Gorsi”) og Jógvan. Ein suðuroyingur spáddi teimum einaferð, meðan teir vóru á ungum aldri, og segði við teir, at teir kundu spæla á landi og havi, sum teir vildu: einki skuldi vera teimum at skaða - uttan hin yngsti, Jógvan, skuldi hava eina ringa konulukku. Jógvan Tróndarson var ein hendingsmaður, mestur sum høvdingur í Fugloy, tiltikin bæði sum bjargamaður og sjómaður. Men óskepnuligur maður var hann: tríggjar ferðir giftur og tó ungur maður: tríati ár, tá ið síðsta konan doyði. So gekk spádómurin út. - Tá ið hann giftist aðra ferðina, flutti hann yvir á Kirkju til at búgva, og har varð hann verandi til sín deyðadag. Eingin bátur fór til útróðrar, uttan Jógvan Tróndarson vildi. Hann hevði útróðrarbát í Skarðsvík á eystursíðuni á Fugloynni, mestur tríggjar fjórðingar frá bygdini á Kirkju, har sum hann búði, og søgnin sigur, at árla um vetrarmorgnarnar, tá ið myrkt var og útróðrarlíkindi tóktust ymis, vóru hattarvíkingar, sum eisini róðu út í Skarðsvík, vanir at fara út fyri dyr og hyggja niðan á Kross (fjallið ímillum Kirkju bygd og Hattarvíkar), um teir kundu síggja lyktarljós Jógvans (tí Jógvan og menn hansara høvdu altíð tendraða lykt hjá sær, tá ið teir gingu til Skarðsvíkar um vetrarmorgnarnar). Sóu teir lyktina uppi á Krossi, so vistu teir, at tað vóru góð útróðrarlíkindi, og gjørdu seg til at fara. Jógvan fann miðið tað, sum rópast Gjómið (av tí, at gjógv er til ýtis): ein torragruður, tveir fjórðingar frá landi. Har rógva bæði fugloyingar, svínoyingar, viðoyingar og sundamenn tíðum enn. Einaferð bjargaði Jógvan einari bátsskipan við lendistøðna á Kirkju. Ein boði hevði brotið á bátin, so hann hvølvdist. Eitt kyrruvant pláss er, sum eitur Tróndarvík, nakað sunnan fyri ta gomlu lendistøðna á Kirkju. Ein dagin, sum Jógvan var á útiróðri sunnanfyri, brast hann á høgt. Jógvan skuldi rógva norður til lendingina, men vann ikki longur enn til Tróndarvíkar og dró upp har. Eingin maður hevur lent har hvørki fyrr ella síðani. Jógvan Tróndarson fór í fuglapláss, har sum eingin annar tordi at fara. - Eitt summarið, tá ið hann var farin til bjarga at síða við sonarsoni sínum og navna, fall hin yngri Jógvan í Hvannrókini stóru. Hann hevði klintrast upp oman fyri Hvannrókina, var dottin omanaftur og hevði brotið hol á høvdið. Hin gamli fór tá niður eftir honum og lesti seg upp við honum í føvninginum 26 favnar upp á slætt. Sár yngra Jógvans varð afturgrøtt av einum lekjara á einum hálendskum skipi, ið lá í Hvannasundi, men heilin var brekaður, og ongantíð fekk drongurin sína fyrru heilsu aftur. Ofta kom svøvnur á hann, sum hann sat, og tað var hansara deyði, tí á sínum tjúgunda ári, tá ið hann var farin til fugla ein dagin, sovnaði hann út av Enninum, einum fleygasessi í Norðbergi. Líkið rak upp á Húsum á Kalsoynni. Jógvan var av fótfimastu monnum. Eitt árið slepti hann fimm veðurlombum, einum í hvørt pláss (Hóurskor, Eysturskor, Hvannrókin stóra, Valstakkurin og Grønaskor), og tók so øll hesi veðurlomb aftur eftir einum degi uttan tað størsta, sum fór útav í Hvannrókini. Hann fekk í ryggin á tí, men sá sær ikki føri til at halda tí. Um styrki Jógvans er ein stutt frasøgn. Ein bóndi í Hattarvík, kallaður eiðismaðurin, var óføra sterkur, men eitt óvætti. Eitt árið bóru kirkjumenn hoyggj hjá honum, og Jógvan, sum tá var gamal og gekk við putt (prukku), var við. Eiðismaðurin bant sær eina hoybyrði, sum hann ikki orkaði at bera sjálvur, og heldur eingin annar. Tá kom hin gamli Jógvan út á bøin og bað hoymenninar skúgva byrðina upp á seg; “hann skuldi tó vita, um hann var ikki mentur at standa undir henni,” helt hann. Tá ið teir høvdu fingið byrðina upp á hann, bar hann hana beint í hoygarðin, sum desin stóð. Tá segði beiggin Gorsi, sum lá uppiá: “Ja, bróðir, væl hevur eggjastropin rinið á okkum!” - oftum høvdu teir verið saman og drigið lundar, fingið brotin egg og latið stropan niður í dyllur. Eitt útlendskt skip sást ein dagin uttan fyri Fugloy, og bátur kom í land eftir vatni. Fugloyingar undraðust á, so kunniliga sum hesir skipsmenn stýrdu ímillum boðarnar og inn at lendingini. Tá var tað Eyðun, sum stýrdi. Hann fór niðan at húsum og inn í “niðaru stovu”, har sum móðir hansara og bróðirin búðu (nú rópast húsið “suðuri í túni”). Sum hann traðkaði á helluna, ið lá fyri durunum, rillaði hon og glintaði. Tá hevði hann fyri munni á sær: “Tú glintar enn sum áður.” Mamman, sum tá var avgomul og blind og lá í seingini, var einsamøll inni; Jógvan var á útiróðri. Eyðun fór so tigandi og stakk eitt turriklæði niður við songarstokkin og fór so út aftur. Vant var tá í tíðini, at útlendsk víkingaskip komu til Føroya at rána, men hetta skipið gjørdi einki óskil; tað sigldi burtur aftur sama dag og Eyðun í tí, og síðan er einki frætt um hann. Tá ið Jógvan kom heim av útiróðri um kvøldið, fann hann turriklæðið og spurdi: “Mamma, hevur bróðir verið her í dag?” Men hon bara eymkaði seg við. Hellan hevur ligið og rillað til stutt síðani, og smábørn hava havt tað til stuttleika at traðka á hana og fáa hana til at glinta; men nú er bygt út yvir hana. Fimti, Sakaris og fjørutrøllini í Hattarvík. Eitt kvøldið - tað er ikki meira enn nøkur mannaminni síðani - fóru børnini í Hattarvík í Fugloy út at spæla sær, og høvdu tey tá fyri at renna út og inn úr húsunum. Um ljósatendring kemur eitt av teimum inn rennandi í býlinginum “uppi í Húsi” og sigur: “Eitt trøll kom eftir mær.” Barnið setst niður við dyrnar, men í sama viðfangi verður ein armur rættur inn ígjøgnum dyrnar og tekur barnið út aftur við sær. Sum ikki var undarligt - róp kom, tá ið barnið hvarv, og út leyp ein gamal maður, sum tey rópaðu “Fimta”; hann fór eftir trøllinum, sum tá var farið yvir um húsini, fekk tað aftur niðri á bakkanum og tók barnið frá tí; men í tí sama leyp trøllið yvir á sjógv, og varð tað tí hildið fyri at vera eitt “fjørutrøll”. Fimti var so kallaður av tí, at hann var hin fimti maður í tí húsi, sum bar navnið Hanus. Hann var bæði klókur og væl lærdur maður. Nøkur ár eftir fór aftur at merkjast til eitt trøll, sum eisini kom frá sjónum. Í fyrstuni kom tað ikki, fyrr enn myrkt var; men hvørt sum tíðin longdist, kom tað fyrr og fyrr hvørt kvøldið, og tá ið átta dagar vóru farnir, kom tað í skýmingini. Ógvuliga øgiligt var tað at síggja; nógvur tari vóks uppi á tí, og nógv grót dró tað uppi í sær. Fólk ræddust illa, og eftir dagssetur tordi eingin at fara út fyri dyr. Vatn og hvat annað, ið nýtast skuldi um kvøldið, mátti alt vera innborið, meðan dagur var. Tá ið trøllið kom, ljóðaði tað rætt sum tað hevði drigið tveir mylnusteinar uppi í sær, og var tað, sum alt túnið hevði verið leyst og malið um koll undir fótunum á tí. So stórt var hetta fjørutrøllið, at tað stóð upp um mønuna á húsunum “niðri í Húsi”. Soleiðis gekk tað eina langa tíð, og illa mundi verið burturúr, um ikki ein maður, Sakaris nevndur, niðri í Húsi hevði hildið seg mentan at beina trøllið burtur. Eitt kvøldið, sum tað var á veg til at koma, fór hann út til at taka ímóti tí og legði fólkinum við, ið inni var, at eingin mátti koma út til at hyggja eftir sær, ið hvussu leingi hann var burtur. Leingi var Sakaris burtur; komið var at niðurfaringartíð, og ikki var hann afturkomin enn; men tó tordi eingin út fyri dyr at hyggja eftir honum. So til endan kom hann, vátur sum hann hevði verið drigin upp frá grunni - tað rann úr hvørjum tráði. Hann segðist at hava mánað trøllið niður í eina gjógv, kallað Tøllagjógv, okkurt um hundrað favnar burtur frá húsunum. Síðan hevur einki hoyrst um nakað fjørutrøll. Frá Fimta er sagt, at eitt kvøldið, sum brúdleyp varð hildið í Hattarvík, mánaði hann eina nøgd av trøllum upp yviri á Kirkju (hinari bygdini í Fugloy) og beindi tey so til Hattarvíkar inn í brúdleypshúsið, rætt sum alt var setst til borðs. Tá vildu fólk svíma frá hond við borðið; men hin áðurnevndi Sakaris niðri í Húsi fekk beint tey útaftur. Fyri oman húsini “uppi í Húsi” er ein brekka, sum tey rópa “uppi á Brúnum”. Har skuldi ein huldumaður búgva, og hvønn fyrsta jólamorgun fór Fimti uppskrýddur niðan í Brúnir til at halda jól hjá hesum huldumanni. Tá ið hann kom aftur og fólk spurdu, um hann hevði notið góðan blíðskap, svaraði hann, at sær var sýndur allur blídni, sum nevnast kundi. Fimti var framsíggin maður. Tá ið hann var lagstur á songina av aldurdómi, hildu fólk hann tosa í ørviti við hvørt. Ímillum annað, sum hann tosaði, hoyrdu tey hann siga: “Hoyr tú meg, søtin! (hetta var eitt orðatak hansara) tað mesta, meg gremur, er um tær olmussu einkjurnar, ið yviri á Kirkju fara at liggja.” Hetta vónaði eingin at skula hava nakað at týða. Men árið eftir hendi tann vanlukka á Kirkju, at ein bátur við sjey monnum umkomst fyri lendingini, og bert ein maður var bjargaður. - Tá ið Fimti varð spurdur, hvussu tað fór at vera við ætt hansara, um tað fóru at vera nógvir eftir hann, sum itu Hanus, svaraði hann, at tað fór at vera fimti, sætti og sjeyndi og so ikki meira. Og so varð: tveir komu aftan á hann, sum itu Hanus; men tá ið tann áttandi skuldi koma, tá var tað genta Jústinus løgmaður. Einaferð fyrr í tíðini búði løgmaður í Fugloy. Hann æt Jústinus og sat sum bóndi á Kellingargarði í Hattarvík. Hann sigst at hava fingið løgmansembæti í Føroyum í løn fyri tað, at hann bjargaði einari bátsskipan niðri við lendistøðina í Hattarvík. Síðan hevur tað plássið verið nevnt Jústinusartangi eftir honum. Jústinus og ein húskallur hansara fóru eina ferð við bát út í Bispin (stakkur norðan fyri Fugloynna) til at fleyga fugl. Húskallurin kleyv upp í stakkin, men Jústinus var eftir í bátinum. Tá sá løgmaðurin ein steinkóp, sum lá og fetti sær á einari fles, nakað um hálvan fjórðing sunnan fyri stakkin. Hann róði til flesina og bant bátin fastan við tangan, leyp upp á flesina eftir kópinum, men vann einki. Hann vildi venda aftur, men tá var báturin losnaður frá og fór rekandi norðureftir. Húskallurin í Bispinum var varur við bátin, ið kom rekandi, og til alla lukku bar streymurin hann so tætt at stakkinum, at maðurin fekk lagt netið á fleygastongini niður yvir stevnið á bátinum og drigið hann til sín. So róði hann til flesina og bjargaði húsbónda sínum. Henda flesin, sum nevnd hevur verið “løgmansskerið” síðani, er nú burturtikin av brimi. Einaferð kom Jústinus løgmaður óvart á ein tjóv, rætt sum hann var at bróta inn í eitt gróthús hansara. Tjóvurin bønaði hann einki at gera sær, og Jústinus slepti honum, men varnaði hann ikki at gera slíkt oftari. Sama árið fór løgmaður til Havnar til ólavsøkutingið, men sum hann sat í rættinum, kom hesin sami tjóvur inn og spurdi løgrættismenninar, hvussu mikil sekt ið lá á manni, sum slepti einum tjóvi og segði ikki frá honum. Tá svaraði løgmaðurin, sum kendi skálkin aftur og visti, hvat ið hann hevði í huga: “Eg skal lata tjóvabøturnar, men tú skalt hanga í gálganum.” Og løgmaður galt peningin alt fyri eitt og legði seksti dálar fram á borðið, men tjóvurin varð hongdur. Um hetta mundið sat ein einkja á Húsagarði í Hattarvík, sum átti ein so frálíkan fuglahund, at tí manni, sum fór til fugla við honum, kravdist einki annað enn at fylgja honum til plássið og so leggja seg at sova. Tá ið maðurin vaknaði, kundi hann fara heim við eini heilari byrði av lundum, sum hundurin hevði fangað. Løgmaðurin bar ofta upp á mál við hana um at selja sær henda hund, men hon sýtti hvørja ferð. So kastaði hann hatur á hana og gjørdi tað í hevnisøk, at hann rak hana burtur av garði hennara í Hattarvík. Hon átti eitt annað festi í Hvannasundi í Viðoy og flutti hagar at búgva. Men løgmaður var eftir henni og fekk gjørt so mikið, at hon misti hetta festið við. So flutti hon inn á Strendur í Eysturoy, hvar hon átti eina hálvmørk í jørð. Men heldur ikki her varð hon verandi. Tá stóð kirkja á Skála við ta ánna, sum rópast Kirkjuá. Men ein sunnudag í kirkjutíð kom eitt vatnlop so dáttliga á, at tað tók kirkjuna út á sjógv, og øll, ið inni vóru, týndu lívið. Tá varð tað lovað, at, har sum tað fyrsta sprekið av kirkjuni kom rekandi, í tí staði skuldi hon verða bygd upp aftur, og tað var beint niðri undir hálvmørkini, sum hin áðurnevnda einkjan átti og búði á. So skifti hon til Nólsoyar. Har náddi løgmaður henni ikki, og síðan livdi hon í friði og náðum alla sína ævi. Jústinus løgmaður átti tveir synir. Hin eldri fekk Kellingargarð eftir pápan; hin yngri giftist til løgmansgarðin á Steig í Vágum. Við skilnaðin gav løgmaður yngra soni sínum fýra óðalsmerkur innangarðs uttan fyri Tvættá á Kirkju (í Fugloy) og ein hagapart fyri seg sjálvan ytst í Skarðsvík. Festibrævið skrivaði løgmaður “uppi á Krossi”, á fjallinum ímillum Kirkju og Hattarvíkar. Floksmenninir. Floksmenninir vóru tiltikin bartrog, ið livdu í Føroyum fyri nógvum hundrað árum síðan. Teir itu Høgni Nev, Hálvdan Úlvsson og Rógvi Skel og vóru úr Hattarvík. Ein fjórða, Sjúrð við Kellingará, noyddu teir afturat sær. Teir søgdu fyri kongi, at tað livdist ikki í Føroyum fyri ófriðarkroppum og fingu hann at senda sær svørð og onnur vápn at verja sær við. Men veruliga ætlan teirra var at leggja undir seg allar Føroyar. Fimti mans fingu teir í part við sær, flestar úr Suðuroy, og stevndu teimum til fundar á Gøtueiði at leggja til rættis. Men yvirvøldin í Havn frætti um ætlanina, tók viðhaldsmenn teirra og sendi síðan fólk at taka floksmenninar. Eftir harðan bardaga í Svínoy vórðu teir tiknir og dømdir til deyða fyri m.a. at hava dripið bóndan í Árnafirði. Floksmenninir vóru síðani førdir uppá á hægstan Valaknúk, omanstoyttir haðani og grivnir niðriundir. Postur. Nær postskiftisstøð er skipað í Hattarvík, vita vit ikki við vissu, men elsta skrivið viðvíkjandi Hattarvík, sum vit finna í skjølunum hjá postverkinum, er dagfest 12. juli 1932. Hetta er ein umsókn frá Marionnu Fuglø um at gerast postskiftiskvinna í Hattarvík. Hon verður sett í starvið. Onnur skjøl benda á, at Tróndur Fuglø, sum er faðir Marionnu Fuglø, hevur verið postskiftismaður frammanundan. Hvussu leingi Tróndur Fuglø hevur røkt starvið, geva skjølini onki svar uppá, men í einum brævi verður nevnt, at hann hevur gingið ímillum Hattarvík og Kirkju við og eftir posti. Tá postbáturin ikki fekk samband við Hattarvík orsakað av ókyrru, skuldi postskiftisstøðin í Hattarvík syrgja fyri, at postur ið skuldi sendast, varð borin úr Hattarvík til Kirkju. Komandi postur til Hattarvíkar varð so tikin við heimaftur. Hetta kom ofta fyri, serliga tá nógv høgætt og eysturætt var um vetrarnar. Í 1937 eitur postskiftiskvinnan Marianna Hansen. Hon er nú gift við Óla G. Hansen, keypmanni í Hattarvík. Marianna Hansen doyr tann 23. juli 1953. Í skjølunum síggja vit, at í august 1953 hevur eftirsitandi maður hennara, Óli G. Hansen, tikið við sum postskiftismaður í bygdini. Hann situr við postinum til hann doyr 27. desember 1971. Tann 1. apríl 1972 tekur Katrin Amalia Fuglø við sum postskiftiskvinna í Hattarvík. Hon er dóttur Marionnu og Óla G. Hansen. Seinastu árini hevur maður hennara, Leivur Fuglø, havt ábyrgdina av postinum í Hattarvík. Viðvíkjandi postflutninginum var støðan tann sama í Hattarvík sum á Kirkju, tað vil siga, at áðrenn postbáturin fór at sigla í 1914, var ongin regluligur postflutningur. Posturin varð borin úr Klaksvík og lagdur til heintingar í Hvannasundi. Tað var postmaðurin, sum gekk úr Klaksvík um Árnafjørð og Hvannasund til Viðareiðis, ið tók postin til Svínoyar og Fugloyar við norður í Hvannasund. Tá onkur úr Fugloy og Svínoy kom inn í Hvannasund í ørindum, varð posturin til bygdirnar í Fugloynni og til Svínoyar tikin við útaftur. Áland. Áland, svenskt: "Åland", finskt: "Ahvenanmaa" er oyggjaland millum Finnland og Svøríki. Áland er partur av Norðurlondum og Norðurevropa, og hoyrir framvegis til Finnland. Áland hevur bara 27.000 íbúgvarar, t.v.s. beint omanfyri helvtina av Føroyum. Áland verður kallað "friðaroyggjarnar". Tað er einasta sjálvstýrandi landøki í Evropa, sum er hernaðarfrítt og uttanveltað (neutralt) sambært millumtjóða sáttmála. Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri Áland. Politikkur. Áland er undir finskum stýri, men hevur heimastýri, eins og Føroyar og Grønland. Áland er eisini limur í ES sum partur av finska ríkinum. Álendska heimastýrið ber í sær, at uttanríkismál, verjumál og skattamál eru felagsmál. Áland hevur egið ting, Landsstýrið. 30 landsstýrismenn eru. Í Mariehamn er landsstýrishúsið. Har halda teir 30 landsstýrismenninir fund. Landsstýrið verður valt fjórðahvørt ár. Øll eldri enn 18 ár við álendskum heimarætti hava valrætt. Álendingar velja ein tingmann í finska ríkisdagin. Í Álandi er hvørki hervald ella skansi. Álendsk mannfólk hava ikki herskyldu. Í 1970 gjørdist Áland limur í Norðurlandaráðnum saman við Føroyum og Grønlandi. Hóast tað eru 60 oyggjar sum fólk búgva á, hava álendingar ikki sæð tað neyðugt at hava meira enn eitt sjúkrahús. Landfrøði. Áland er ein oyggjabólkur, sum liggur í Eystursjónum millum Finnland og Svøríki. Landið er nøkulunda líka stórt sum Føroyar, 1527 ferkilometrar, men oyggjarnar eru ikki minni enn 6.500 í tali, tó eru bert 62 av teimum bygdar. Í Álandi búgva 27.000 fólk (2008). Meginparturin (90 %), býr í Fasta Álandi, sum er tann størsta oyggin. Høvuðsstaður er Mariehamn. Víddin á lendinum er 1.526 km2. Sjógvur, vøtn og áir eru 5.257 km2. Áland veksur, tí undirgrundin verður trýst upp. Størsta oyggin er Áland. Eystur og vestur er hon 45 km, og suður og norður er hon 50 km. Har Áland er hægst, er tað 122 m. 16 kommunur eru í Álandi. Størsta kommunan er Mariehamn, har búgva 11.000 fólk. Í minstu kommununi, Sottunga, búgva 153 fólk. Sottunga er minsta kommunan í Finnlandi. Búskapur. Sjóvinna og ferðavinna hava stóran týdning hjá øllum álendingum. Meiri enn ein millión ferðafólk eru í oyygjahavinum hvørt ár. Teirra trafikkkervi er útbygt soleiðis, at har ferðast yvir 500.000 bilar til oyggjarnar um árið, og yvir 1 millión ferðandi. Ferðafólk koma til Álands at vera í náttúruni, at fiska síl og annað, at spæla golf, at síggja gamlar kirkjur og minnismerki, ella at fara útferð á onkra av nógvu oyggjunum. Finnland. Finnland (finskt: Suomi) er lýðveldi í Norðurevropa. Finnland hevur mark við Noreg í norðri, Svøríki og botnisku víkina í vestri, Eystrasalt í ein útsynning Finnlandsfjørðin í suðri og Russland í eystri. Finnland er norðasta sjálvstøðuga land í heiminum eftir Ísland. Søga. Í øldir var Finnland undir svenskum yvirvaldi (Hertugadømið Finnland), til tað kom undir Russland í 1809. Finnland gjørdist sjálvstøðugt land í 1917. Samkynt hjúnaband. Ríkisdagurin í Finnlandi samtykti 28. nov. 2014 við teprum meiriluta eitt uppskot um at loyva hjúnaband millum persónar av sama kyni. Uppskotið um sokallað kynsneutralt hjúnaband varð samtykt við 105 atkvøðum fyri og 92 ímóti. Síðan 2002 hevur skrásett parlag verið ein møguleiki í Finnlandi, men í 2014 fóru lógarsmiðirnir eitt fet víari. Finnland hevur verið einasta av teimum fimm stóru Norðurlondunum, har samkynd ikki kundu ganga saman í hjúnalag. Lógaruppskotið í 2014 var eitt úrslit av einum sokallaðum borgaratiltaki fyri javnbjóðis hjúnabandslóggávu. Upp móti 170.000 undirskriftir vórðu savnaðar og latnar ríkisdagsformanninum í 2013. Sambært finskari lóg skal ríkisdagurin viðgera ein spurning, ið savnar minst 50.000 undirskriftir. Í juni mánaði í 2014 varð uppskotið havnað í eini tingnevnd, men uppskotið varð kortini lyft víðari inn í ríkisdagssalin, sum tók avgerð sína í spurninginum 28. nov. 2014. Mentan. Finska mentanin er ólík mentanini í hinum Norðurlondum, og finskt er ikki skylt við norrønu málini. Finnar lýsa mentan teirra við trimum orðum "sauna, sisu og náttura" Orsakað av stødd Finnlands er finska mentanin landafrøðiliga deild upp. Í Finnlandi er ein sera sterk smáttumentan. Finnar fara út í smáttur sínar, hvørjaferð tíðin loyvir tí. Hesar smáttur eru sum oftast staddar við sjógvin ella við eitt av mongu vøtnunum í Finnlandi Tónleikur. Í mun til fólkatalið hevur Finnland mest tungmálmsbólkar í heiminum. Til dømis kunnu nevnast bólkar sum HIM, Nightwish, Children of Bodom og Stratovarious. Eisini kann nevnast at kendi DJ'urin Darude kemur úr Finnlandi. Innan rokktónleik eru The Rasmus, celloleikandi bólkurin Apocalyptia og 70'ára-bólkurin Hurriganes helst tey kendastu nøvnini. Fyrsti finski bólkurin, sum fekk altjóða viðurkenning, var rokkbólkurin Hanoi rocks. Finnar luttaka í evropeisku sangkappingini Eurovision. Tað hevur ikki gingið teimum væl, undantikið í 2006, tá ið tungmálmsbólkurin Lordi Landfrøði. Størsti parturin av landinum er skógur, har fura, grann og bjørk vaksa. Kavin liggur næstan allan veturin. Stórir partar av Finnlandi eru skógvaksnir, og har eru mong vøtn, tí at skriðjøklarnir gróvu djúpar lægdir í lendið í seinastu ístíð. Búskapur. Mesta fólkið livir av jarðarbrúki og skógbrúki. Tað er so í Finnlandi, at til hvønn garð liggur eitt strekki av skógi, og hetta gevur ofta líka nógv av sær sum tað, fólkið fær burtur úr jørðini. Um summarið verða neytini rikin á skógin. Kornsløgini, tey dyrka í Finnlandi, eru mest bygg og havri, men tey velta ikki sørt av hveiti. Inni í landinum kann tað ofta henda, at hann legst við náttarfrosti, tá ið akrarnir eru farnir at næla, og so er alt strevið burturspilt. Kornið stadnar ikki allastaðni á bønum, so teir mugu turka tað inni. Eplum og rótum verður nógv velt av. Røturnar verða brúktar til neytini. Neytatalið í Finnlandi er heilt stórt, og tey kirna væl av smøri. Skógbrúkið hevur ovurhonds nógv at týða fyri finnlendingar; um tveir triðingar av landinum er skógvaksið, og væl ber til at floyta viðin eftir áunum, sum renna millum tey ymsu vøtnini; kortini kann tað henda, at stórir fossar eru á vegnum, og tá ber ikki til, men so hava teir grivið gryvjur millum vøtnini. Hægsti fossurin í Finnlandi eitur Imatra: har er bygt stórt elverk. Tað eru ikki bara stórvið og borðvið, teir flyta út úr Finnlandi. Nøgd av viði, helst av tí, sum lítið virði er í, verður gjørt til pappír, og Finnland flytur pappír út í stórum; krosslineri flyta teir eisini nógv út av; finskir svávulpinnar eru væl kendir. Í nýggjari tíð verður nógvur viður nýttur í klædnagerð (kunstsilki, eisini kallað "rayon"). Kol ella olja finst ikki í landinum, men fossamegín trýtur ikki, so teir brúka elkraft til drívmegi á ídnaðarvirkjunum. Eitt sindur av jarni er í landinum, men ikki nóg mikið til egið brúk; harafturímóti er væl til av kopari. Svøríki. Svøríki (svenskt: "Sverige") er kongaríki í Norðurevropa. Í norðri hevur Svøríki mark við Finnland, og í vesturi við Noreg. Høvuðsstaður er Stokkhólmur. Stórir partar av Svøríki eru skógvaksnir, og har eru mong vøtn, tí at skriðjøklarnir gróvu djúpar lægdir í landið seinastu ístíð. Stór fjallalendi eru í Svøríki. Miðallívsævin í landinum er 81,89 og 1 % av fólkinum eru ikki lesifør. Søga. Aftaná víkingatíðina, brúkti Svøríki nakrar øldir at berjast við grannarnar, mest við Danmark. Politikkur. Tá ið røtt verður um samfelagsliga vælferðarskipan, sum vissar øllum borgarum landsins mannsømilig kor, hevur Svøríki verið undangonguland. Barnaansingarstovnar, sjúkrahús og ellisheim eru frágera góð. Vinnuloysið hevur verið eitt hitt lægsta í Evropa, men tað er vaksið nógv í búskaparkreppuni í 1990-árunum. Nú á døgum er 6,1 % av fólkinum arbeiðsleys. At halda hesari vælferðarskipan uppi gjalda sviar nógvan skatt. Sparingar, ið búskaparkreppan í 1990-árunum hevur verið atvold til, hava skert tær almennu veitingarnar. Sviar leggja sær nær at fara væl um umhvørvið og hava eisini gjørt nógv burtur úr at varðveita søguligar bygningar. Mong friðað øki eru í Svøríki, og nakrir av størstu tjóðargørðunum í Evropa eru í fjallalendinum í Norðursvøríki. Sviar tala nógv um, at áir og vøtn verða dálkað, og Svøríki hevur gingið undan í stríðnum at minka dálkingina í Eystarasalti. Svøríki hevur eisini avmarkað ídnaðarútbygging ymsastaðni fram við strondini. Stórur dentur verður lagdur á at skilja burturkast og húsarhaldsrusk, og Svøríki ger nógv burtur úr endurnýtslu. Svøríki er fyrsta landið í heiminum í 1972, sum letur transpersónar alment skifta kyn og gevur teimum ókeypis viðgerð til endamálið. Svøríki fær skrásett parlag í 1995. Hetta verður broytt til hjúnalag í 2009, og samstundis sleppa samkynd at ættleiða børn. Fólkið. Ikki er óvanligt, at svensk húski eiga summarhús - 600 000 summarhús eru í Svøríki. Tey eru bygd úr viði, ofta reyðmálað, og standa niðri við strondina, við vøtnini, í skógunum ella uppi í fjøllunum. Her kunnu troytt býarfólk taka sær av løttum í vikuskiftunum og frítiðini. Vanligt er eisini at leiga útlendskum ferðafólki húsini. Mong útlendsk ferðafólk koma til Svøríkis, helst um summarið. Tilflyting. a>, búgva umleið 17.000 fólk. Umleið 9 av 10 av teimum eru av útlendskum uppruna. Síðan 1970-árini er Svøríki vorðið alt meiri fjølmentað samfelag; hesi seinastu áratíggjuni hevur verið ein sera stór tilflyting úr Miðeystri, Jugoslavia og londum í Ásia og Afrika. Í Svøríki eru umleið 20 prosent av íbúgvunum tilflytarar ella hava foreldur, ið eru tilflytarar. Næstan ein triðingur av tilflytarunum er úr Finnlandi, og næststørsti bólkurin er tilflytarar úr teimum londum, sum áður vóru Jugoslavia. Meginparturin av tilflytarunum býr í stórbýunum, serliga í ávísum forstøðum, t.d. Rosengård og Rinkeby. Tilflytingin tók av álvara dik á seg í 1970-árunum. Til­flyt­arar komu fyrst og fremst fyri at arbeiða á verksmiðjum, tí stórur tørvur var á arbeiðsmegi. Nú á døgum eru tað fyrst og fremst flóttafólk, sum koma til Skandinavia. Onnur koma, tí at tey longu hava skyldfólk í landinum. Øll londini í Skandinavia, Svøríki undantikið, seta krøv um mál- og samfelagskunnleika til ríkisborgararætt. Svøríki loyvir harafturat dupultan ríkisborgararætt. Møguleiki er at fáa ríkisborgararætt eftir at bara hava búð í Svøríki í fimm ár. Tað almenna kravið í Danmark er, at viðkomandi skal hava búð í Danska ríkinum í minsta lagi 9 ár. Danmark (og Norra) loyvir ikki dupultan ríkisborgararætt, t.e. at útlendingar er ríkisborgari í Danmark og í gamla landinum samstundis. Svøríki setur hvørki málslig krøv ella krøv til at viðkomandi skal hava verið við í innleiðsluskeiðum, tá ið ríkisborgararættur verður givin. Svøríki hevur eitt innleiðslutilboð til nýggjar útlendingar; útlendingurin fær tilboð um undirvísing í máli, samfelagslæru og lærir um arbeiðsmarknaðarviðurskifti. Svøríki hevur smíðað lógirnar soleiðis, at borgarlig og sosial rættindi eru tey somu fyri útlendingar sum fyri landsins borgarar. Í flestu øðrum londum í Evropa eru tey sosialu rættindini ikki eins góð fyri útlendingar, sum fyri triðjalandsborgarar, serliga um talan ikki er um flóttafólk. Tá ið ein persónur er fluttur til Svøríkis er ongin rættarligur munur á viðurskiftinum millum hann og ein svenskara. Øll londini í Skandinavia, uttan Svøríki, hava eisini okkurt forsyrgjarakrav, tá ið søkt verður um familjusameining við ein hjúnafelaga. Svøríki hevur m.a. tikið ímóti fleiri flóttafólkum úr Irak enn USA og Kanada tilsamans. Í Svøríki eru umleið 1,3 prosent av íbúgvunum tilflytarar úr Irak. Í dag búgva einar 400.000 muslimar í Svøríki. Svensku Demokratarnir, sum eru sera atfinningarsamir móti tilflytarum, eru triði størsti flokkur í ríkisdegnum í 2014. Flokkurin fekk 13 prosent av atkvøðunum í 2014, og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum á valinum í 2010. Men eingin vil samstarva við Svøríkis-Demokratarnar, hvørki tey reyðu- ella borgarligu flokkarnir. Matur. Svenski serrætturin "smörgåsbord" er annað enn búgvið borð við smurdum breyði. Vanliga er henda máltíð stórt borð við alskyns sløgum av køldum og flógvum viðskera, sum verður etin aftur við breyði, til dømis av sild, laksi, skelfiski, flogfenaði, eggi, osti, viðskera úr kjøti og grønmeti. Landfrøði. Svøríki er ímillum Noreg og Finnland í Norðurevropa. Svøríki er partur av Skandinavia og Norðurlond. Norðari partur er skógvaksin og kaldur, syðri partur er gott landbúnaðarlendi, og har býr meginparturin av svenska fólkinum. Landið er 1 574 km langt, 499 km, har tað er breiðast, og er fjórðstørsta land í Vesturevropa. Búskapur. Svøríki hevur mong ár á baki sum ídnaðarland, hevur væl útbúgvið fólk á øllum økjum, og er ímillum framkomnastu ídnaðarlond í heiminum. Skandinavisku londini og Finnland eru gitin fyri einføldu og reinu sniðini á tí, tey gera, eitt snið, sum er væl umtókt aðrastaðni. Svenskir sniðskaparar komu sær serliga fram í 1960-árunum. Vælumtókt snið hevur gjørt, at svenskir bilar, til dømis Saab og Volvo, ravmagnsamboð, klædnavørur, glasvørur og húsbúni úr svenskum nálaviði eru høgt í metum í útlondum. Svøríki útflutti í 2012 fyri 134.3 milliardir evrur, ella 32,9 % av BTÚ, ein øking á 8 % síðani 2008. Hetta leggur Svøríki á odda viðvíkjandi vøruútflutninginum í norði, men Noreg er næststørsti útflytarin av vørum við 124 milliardum evrum. Mann. Isle of Man, Mann ella Mon sum hon eisini verður nevnd (Ellan Vannin á manskum), er sjálvstýrandi oyggj í Írska sjónum, men undir enskum kongadømi. Stjórnin á oynni eitur Tynwals, og her verða summar týðandi avgerðir tiknar. Upprunamálið er manskt - keltisk mál, sum næstan er útdeytt og bara verður talað við hátíðarligt høvi. Oyggin hevur áður havt sjálvræði. Árini 1405 til 1765 var oyggin Man sjálvstøðugt kongsríki. Søga. "Høvuðsgrein: Manns søga" Søgan hjá Mann er elligomul. Oyggin var longu bygd, áðrenn keltar komu til bretsku oyggjarnar, og hon hevði sína frælsu og óheftu skipan fram til 1765, tá Duke John av Atholl varð kroystur at selja ensku krúnuni síni rættindi fyri 70.000 sterlingpund. Við hesi sølu fekk Stóra Bretland fult vald at krevja inn allan toll á oynni og tryggja, at Navigation Act varð upphildin eisini á Mann. Manbúgvar noyddust eftir hetta at venda aftur til gomlu vinnuvegirnar, landbúnað, fiskivinnu og námsvinnu, blýggj og kol. Frammanundan hesi sølu varð mett, at Manbúgvar árliga stóðu fyri eini smugling, ið snýtti bretsku krúnuna fyri virðir, sum svara til góð 300.000 pund. Ryberg royndi at flyta henda handil til Føroya. Politikkur. "Høvuðsgrein: Manskur politikkur" Mann er ikki eitt heimastýri. Mann er eitt sjálvstøðugt ríki í kongsfelagsskapi við Ongland. Gordon Brown hevur einki at siga í Mann. Men tað hevur enska drotningin harafturímóti. Mann er fullkomiliga sjálvstøðugt, men er tó ikki viðurkent av altjóða samfelagnum sum fullveldisríki. Mentan. "Høvuðsgrein: Mansk mentan" Gamla gæliska talumálið, manskt bleivð avloyst av enskum í 19-du øld. Landafrøði. "Høvuðsgrein: Mansk landafrøði" Mann liggur í Írlandshavinum, einar 50 km suður úr Skotlandi og einar 75 km eystur úr Norðurírlandi. Oyggin er 572 ferkilometrar til støddar, t.e. nakað sum Streymoy, Vágoy og Kalsoy til samans. Høvuðsstaðurin, Douglas, liggur miðskeiðis á eystursíðuni á oynni. Búskapur. "Høvuðsgrein: Manskur búskapur" Írland (land). Írland, (enskt: "Ireland", írskt: "Éire", ulster skotskt: "Airlann") er lýðveldi í Vesturevropa. Landið Írland, ið ikki má mistakast fyri oynna Írland, hevur landamark norðureftir við Norðurírland, ið er partur av Stórabretlandi. Sjómark hevur Írland við Atlantshavið, Írska havið og Ermasund. Írland hevur sjálvstýri, øvugt Norðurírland, sum er partur av Stóra Bretlandi. Dublin er høvuðsstaður í Írlandi og aðrir stórir býir er Cork, Limerick, Galway og Waterford. Søga. Írland var leingi undir bretskum yvirvaldi. Í 1922 fekk syðri partur – um fýra fimtingar av oynni – sjálvstýri í Bretska Heimsveldinum og gjørdist óheft lýðveldi í 1948; men Norðurírland varð verandi saman við Bretlandi. Írski frístaturin varð settur á stovn í 1922 sum ein dominión (sjálvstjórnandi hjáland) í bretska Commonwealth og fekk økt sjálvstýri ígjøgnum m.a. the Statute of Westminister 1931 og the abdication crises of 1936. Í 1937 varð ein nýggj stjórnarskipan (New Constitution), ið lýsti landið sum fullveldisríki undir heitinum "Ireland" sett í gildi. Og í 1949 vórðu seinastu formligu bondini við Sameinda Kongsríkið (UK) slitin, tá ið Írland tók loysing og lýsti seg sum tjóðveldi. Meðan landið var undir bretskum veldi og fyrstu árini sum tjóðveldi var Írland eitt av fátækastu londunum í Vesturevropa og fráflytingin úr landinum var stór. Í 1950’unum varð protektionistiski búskapurin opaður, og í 1973 gjørdist Írland limur í Europeiska Felagsmarknaðinum EF (nú Europeiska Samveldið ES). Ein búskaparkreppa noyddi landið til at fremja nýskipanir seinast í 1980’unum, og skattur og reglur vórðu linkaði ógvusliga í mun til onnur ES-lond. Írski loysingarherurin, IRA, stríddist í sekstiárunum fyri at fáa teir seks norðastu landspartarnar uppí Írland ístaðin fyri, at teir skulu vera partar av Stóra Bretlandi. Seinastu 20 árini hevur Írland havt ein stóran búskaparvøkstur, og landið hevur í dag tann 31. størsta búskapin í heiminum. Í 2009 varð landið mett at hava hægstu lívsgóðsku í heiminum. Men altjóða kreppan hevur eisini rakt Írland hart, og hevur ført arbeiðloysi og økta fráflyting við sær. Politikkur. Írland er limur í ES, OECD og ST. Írskir forsætismálaráðharrar (írskt: Taoiseach, fl. Taoisigh) Fyrisitingarlig landaøki (amt og kommunur). Upprunaliga var Írland býtt í 26 amt (counties), og hesi mynda framvegis tær mentanarligu og ítróttarligu eindirnar eins og postnumrini. Men fyrisitingarliga uppbýitið er í dag 29 eindir, County Dublin varð í 1990’unum býtt í trý og Tipperary í tvey í 1890’unum. Aftrat hesum koma 5 býir (cities), teir eru Dublin, Cork, Limerick, Galway og Waterford. Haraftrat koma fimm býarkommunur nevndar 'boroughs' (sama orð sum norrønt ‘borgir’), tær eru Clonmel, Drogheda, Kilkenny, Sligo og Wexford, ið hava ávíst sjálvstýri innanfyri kommunumark. Hóast Kilkenny verður roknað sum ein ‘borough’ hevur býurin lógligan rætt sum ‘city’. Átrúnaður. Írska grundlógin sigur at staturin má ikki umboða nakra ávísa trúgv, og hon tryggjar trúðarfrælsi fyri øll. Umleið 86,8% av fólkinum eru rómverskir katolikkar; og sambært úrslit av kanningum, so eru írar tey ídnastu at ganga regluglia til messu (mass) í kirkju hvønn sunnudag í vesturheiminum. Men somu kanningarúrslit vísa eisini eina stóra minking í kirkjugond í landinum, seinastu 30 árini. Millum 1996 og 2001 minkaði kirkjugongdin frá 60% til 48%, (áðrenn 1973 var kirkjugongdin omanfyri 90%), og fleiri katólskir lærustovnar eru stongdir. Næststørsta kristna samkoman er anglikanska ‘Church of Ireland’ ið eftir áhaldandi minking í limatali ígjøgnum alla 20’du øld, nú aftur hevur upplivað eina framgongd. Eins og aðrar smærri kristnar samkomur so sum brøðrasamkoman (Presbyterian) og metodistakirkjan. Millum 2002 og 2006 vaks talið av muslimum í Írlandi við 69% og islam er nú triðstørsta og skjótast vaksandi trúgvin í írlandi. Eisini hevur lítla jødiska samfelagið og nýggjara hinduistiska samfelagið upplivað ein vøkstur seinastu árini. Størstu halgimenni Írlands eru Sankta Pátrik (Saint Patrick), Saint Bridget og Saint Columba. Men Saint Patrick er tann einasti av hesum ið regluliga verður roknaður sum Høvuðshalgimenni. Pátriksmessa (Saint Patrick's Day) 17 mars verður hildin í Írlandi og uttanlands sum írskur tjóðardagur, við skrúðgongum og øðrum tiltøkum. Sambært ein kanning frá 2006 vóru tað 186.318 fólk (4,4%) ið søgdu seg onga trúgv hava, men í hesum tølum eru bæði ikki-trúgvandi og fólk ið rokna seg sum ‘spirituel’ og heiðin (ikki-kristin) íroknaði. Aftrat hesum komu 1.515 fólk ið roknaðu seg sum agnostikarar og 929 ið lýstu seg beinleiðis sum ateistar. Samlað verður talið á ikki-trúgvandi fólkum sostatt 4,5% av fólkinum. Onnur 70.322 svaraðu ikki fyri um tey høvdu trúgv ella ikki. Trúgv og politikkur. Upprunaliga grundlógin í írlandi frá 1937 gav katólsku kirkjuni eina ‘serstøðu’ sum kirkja meirilutans, men viðurkendi aðrar kristnar rørslur og jødadóm. Sum í øðrum katólskum londum hevur Írland upplivað eina áhaldandi sekularisering ígjøgnum 20’du øld. Í 1972 var lógin ið nevndi átrúnarligu bólkarnar, katólsku kirkjuna íroknaða, strikað úr grundlógini. Útbúgving og politikkur. Hóast átrúnarligar skipanir reka nógvar av skúlunum í Írlandi, fer ein framhaldandi sekularisering fram í írska fólkinum, serliga hjá unga ættarliðnum. Í katólsku skúlunum kunnu foreldur biða um at børn teirra verða frítikin fyri átrúnarliga frálæru, og sama frálæra snýr seg í dag, um átrúnað sum heild, heldur enn um eina ávísa trúgv. Átrúnarligir skúlar ið fáa almennan stuðul hava ikki loyvi til at diskriminera næmingar vegna teirra trúgv, ella væntandi trúgv. Men ein avmarkandi skipan fyri upptøku, har næmingar hvørs virði samtvinnar við skúlans virði, verða upptiknir áðrenn aðrir næmingar finst tó. Mentan. Í Írlandi finnast øki har írskt (gæliskt) framvegis verður tosað. Hesi øki verða kallað Gaeltachtai. Írland er kent fyri sín ríka fólkatónleik, ein kendur bólkur er The Dubliners. Landfrøði. Veðurlagið í Írlandi er lýtt og slavið, og tí er lendið nógvastaðni arbeitt og græsgrønt. Landbúnaður er enn høvuðsvinna; men eisini í Írlandi eru mong fólk – helst ungfólk – flutt av bygd til býirnar. Náttúrutilfeingið er ikki nógv, og áðrenn ídnaðurin og ferðavinnan tóku dik á seg, var Ìrland eitt av fátækastu londunum í Vesturevropa.Cliffs Of Moher Stóra Bretland. Stóra Bretland ella Hitt Sameinda Kongsríki Bretlands og Norðurírlands (enskt: "United Kingdom of Great Britain and Northern Ireland", "United Kingdom" ella "Great Britain") fevnir um tey fýra londini Ongland, Wales, Skotland og Norðurírland. Hóast Bretland ikki er so stórt land, hevur tað havt ógvuliga stóra ávirkan á allan heimin. Einaferð var tað ovurstórt heimsveldi, og tí er enskt eitt heimsmál. Høvuðsstaður er London og høvuðsmálið er enskt. Í Stóra Bretlandi búgva umleið 63,3 milliónir fólk (2013) á einum øki, ið er 242.910 km² til støddar. Søga. Stóra Bretland er í søguligum høpi eitt av heimsins størstu og mætastu londum. Bretska kongaríkið fevndi eitt skiftið um meira enn ein fjórðapart av heiminum, og seinast í 19. øld hevði ríkið lagt seg á odda á fleiri økjum, til dømis innan ídnað, sjóvegis flutning og altjóða handil. Í seinastu øld førdi afturgongd á ídnaðarøkinum til, at kappingarførið innan bretsku handilsvinnuna versnaði, samstundis sum sosialir trupulleikar fóru at gera vart við seg. Seinastu árini hevur aftur gingið framá. Við aldarmótið er Stóra Bretland í ferð við at staðfesta seg sum ein av týdningarmiklastu tjóðunum í Evropa við stórari ávirkan á politiska, handilsliga, búskaparliga og mentanarliga økinum, og London er ein av týdningarmestu miðdeplum í heiminum. Írar vildu ikki vita av enska yvirvaldinum, og í 1922 vóru teir komnir so langt í frælsisstríði sinum, at stórar partur av Írlandi fekk sjálvstýri í Bretska Heimsveldinum. Í 1949 gjørdist Írland óheft lýðveldi. Fólkið. Síðan 1950-árini er Bretland vorðið alt meiri fjølmentað samfelag. Mong fólk úr gomlu bretsku hjálondunum í Karibia, Afrika og India hava búsett seg í Bretlandi og ríkað bretskt andslív við fremmandu mentanum sínum. Mangir bretar búgva í býarforstøðum, tí har er reinari og rúmligari og góðir samferðslumøguleikar inn í miðbýirnar, har nógv fólk starva. Bretar eru heimkært fólk, og teir flestu seta sær fyri at eiga egin hús. Bretum dámar betur at búgva í vanligum sethúsum og raðhúsum enn í stórum íbúðarhúsum, og í frítíðini dámar teimum væl at røkja urtagarðin og væla um uttandura og innandura. 89 % búgva í býum og 11 % búgva á bygd. Bretar eru ítróttahugað fólk. Um veturin spæla teir fótbólt og rugby, og krikket og golf um summarið. Bæði rugby, krikket og golf - ítróttargreinir, sum nú verða spældar um allan heimin - tóku seg upp í Bretlandi, og fótbóltsspælið spratt úr spølum, spæld vórðu á enskum dreingjaskúlum. Politikkur. Bretska stjórnin situr í London í Onglandi; men tað eru sterkar frælsisrørslur bæði í Skotlandi, Wales og Norðurírlandi. Norðurírar hava sítt egna ting, og tað fáa skotar og valisar um stutta tíð. Tjóðskapareyðkennini í hesum londum verða goymd í sermerktum handverki og siðum. Til dømis eru enn mangir skotar, sum serligar hátíðardagar lata seg í puntuta skjúrt sítt. Uttanríkispolitikkur. Trý viðurskifti eyðkenna serliga bretskan uttanríkispolitikk. Tey eru tætta sambandið við USA, tilknýtið til tey mongu londini, sum eru við í Bretska Samveldinum ("The Commonwealth") og sambandið við Evropa, serliga við Evropeiska Samveldið. Eftir valið í 2001 fór Robin Cook frá sum uttanríkisráðharri, og Jack Straw, sum tók við starvinum, gjørdi beinanvegin vart við, at góða sambandið við bæði USA og ES skuldi varðveitast. Bretsku myndugleikarnir eru greiðir yvir, at globaliseringin og teir ágóðar og vansar, hon hevur við sær, á mangan hátt ikki akta vanlig landamørk. Tá ið tað ræður um umhvørvisspurningar, narkotikatrupulleikar og størri samskipaðan kriminalitet, er fragasta loysnin ofta at loysa trupulleikarnar í ymiskum altjóða felagsskapum. Yvirgangsatsóknirnar 11. september 2001 hava tó havt við sær, at meginparturin av bretska uttanríkispolitikkinum seinastu tvey árini hevur staðið í skugganum av hesari hending og bardaganum ímoti altjóða yvirgangi, har Bretland hevur verið hollasti stuðulin hjá USA. Føroyar og Stóra Bretland. Føroyar og Stóra Bretland eru grannatjóðir og hava í mong ár samstarvað væl. Í søguligum høpi hevur leingi verið samstarvað landanna millum á fiskivinnuøkinum, men seinastu tíðina er samstarv eisini fingið í lag til dømis í oljuvinnu, útbúgving, ferðing og mentan. Seinastu árini, hava ávísar broytingar eisini havt við sær, at møguleikarnir fyri meira samstarvi eru mentir. Í Stóra Bretlandi er ein av stóru broytingunum til frama fyri meira politiskum samstarvi helst, at skotska heimastýrið varð stovnsett; men eisini oljuleitingarvirksemið á føroyskum havleiðum, øktir útbúgvingarmøguleikar og betri ferðasamband til grannan fyri sunnan munnu vera atvoldin til, at føroyska-bretska samstarvið er ment. Samkynd. Samkynd í Stóra Bretlandi kunnu skráseta seg í parlagi, men tey verða ikki viðurkend sum hjún; í 2005 varð lógarbroytingin um skrásett parlag samtykt í Bretlandi. Í 1988 setti konservativa stjórnin við Thatcher á odda í verk Section 28. Section 28 var ein reglugerð, sum bannaði lokalum myndugleikum at kunna um samkyndleika, eins og sýna viðurkenning mótvegis samkyndleika. Í 2003 varð Section 28 reglugerðin strikað sambært kongaligari staðfesting. Fram til 2001 hevði Stóra Bretland eisini ein høgan kynsligan lógaldur fyri samkynd. Hann var 21 ár fram til 1994, meðan hann var 16 fyri hinar íbúgvarnar. Í 1994 varð kynsligi lógaldurin fyri samkyndar menn settur niður, men var millum 1994-2001 tvey ár hægri enn fyri helmingin av bretsku íbúgvunum. Í 2005 kundu samkyndir bretar frøðast um, at teir kundu ganga saman í skrásett parlag, og 17. juli í 2013 varð eitt lógaruppskot samtykt, sum loyvir samkyndum bretum og walisarum at giftast tann frá 29. mars 2014. Talan er tó bert um borgarligar vígslur. Landafrøði. Leys av meginlandinum, í útnyrðingspartinum í Evropa, eru Stóra Bretland. Í Sameinda Kongsríkinum eru Skotland, Ongland, Wales, Norðurírland umframt oyggjar og oyggjalond fyri sunnan, vestan og norðan. Landslagið í Bretsku Oyggjunum og Írlandi er ógvuliga fjølbroytt, og stórur munur er á høgu, grýtutu fjøllunum í Norðuronglandi, Skotlandi og Wales og flata mýrlendinum, nevnt "the fens", í til dømis East Anglia og fruktagóða slættlendinum í Suðuronglandi. Tríggir fjórðingar av lendinum eru dyrkaðir; ógvuliga ymiskt er, hvat velt verður, tað veldst alt um veðurlag, og hvussu jørðin er. Búskapur. Í Bretlandi tóku fyrst landbúnaðarkollveltingin og síðan ídnaðarkollveltingin seg upp í 18. øld og breiddi seg so um allan heimin. Nú á døgum er tungídnaðurin, sum áður var álitið, ikki so týdningarmikil longur. Tænastuvinnan er tann vinnugreinin, ið mennist mest, til dømis banka- og tryggingarvirksemi. Bretland er sjálvbjargið við olju og gassi, tí landið eigur stórar oljukeldur í Norðsjónum og á markinum ímillum Hetlands og Føroya. Tungídnaðurin var einaferð stór og týdningarmikil vinna í Bretlandi, men soleiðis er ikki longur. Nú er løtt maskintøknilig vøra, sum maskinur, amboð, bilar og vápn, týdningarmesta útflutningsvøran, og ógvuliga mong fólk starvast í fíggjar- og tænastuvinnuni. Hesar vinnur hava bøtt um bretska búskapin, ið ikki hevur verið væl fyri, mest tí at Bretland má flyta inn nógvar matvørur og rávørur. Mest eru tað banka- og fíggjarvirksemi, sum hava fingið ferð á aftur bretska búskapin. Prísstøðið í Stórabretlandi er væl lægri enn í Føroyum. Manskt mál. Manskt (Gaelg, Gailck, Manx ella Manx Gaelic) er upprunamálið á oynni Mann. Manskt er eitt goideliskt (gæliskt) mál, runnið úr mið-írskum. Seinasti maðurin, sum hevði manskt sum móðurmál, Ned Maddrell, doyði í 1974. Talumálið á Mann í dag er enskt. Seinnu árini hevur málið fingið uppreisn, og fleiri mannbúgvar læra í dag manskt sum annað mál (eftir enskt), og í manska tinginum Tynwald verða nýggju lógirnar upplisnar á bæði manskum og enskum máli. Manskt er nær skyldt við írskt og skotskt gæliskt. Manx Loaghtan. Manx Loghtan er eitt seyðaslag í Mann. Veðrurin hevur fýra stóru horn, men viðhvørt eisini seks. Antarktis. Antarktis er meginlandið á suðurpólinum og bleiv funnið 1820. Suðurkollur er undir millumtjóða sáttmála, sum bannar londum at eiga ella gangnnýta landið. Landafrøði. Mong lond krevja landaøki á Suðurpólnum. Suðurkollur er stórt meginland, og uttan um eru stór høv. Suðurkollur er fjarskotnasta og ómildasta land í heiminum. Oman á næstan øllum meginlandinum er tjúkkur ískappi; úti við strendurnar brotnar í heilum burtur av ískappanum - ísurin kálvar - og ovurstór ísfjøll - upp í 200 km reka til havs. Fólkið. Suðurkollur er einasta meginland, har fólk ongantíð hevur búsett seg - einastu fólk, ið eru har, eru granskarar, ið granska til dømis jarðfrøðina, veðurlagið og lofthavið uppi yvir Suðurkolli. Bara um 1200 fólk eru á Suðurkolli um veturin; um summarið eru um tríggjar ferðir so nógv fólk. Øll eru vísindafólk og granska, og 46 granskingarstøðir eru spjaddar um alt meginlandið. Øll hús eru ógvuliga væl bjálvað fyri nógva kuldanum, og nøkur eru grivin niður í ísin, har tað lívir betur, serliga í vindi. Dieselmotorar gera ravmagn til húsini, og allar støðir hava nóg mikið niður fyri av olju, mati og aðrari útgerð til í minsta lagi eitt ár, skuldi ikki verið komandi fram til teirra fyri veður. Granskarar úr øllum heiminum koma til Suðurkoll at granska veðurlagið, jarðfrøðina og sjáldsama dýra- og plantulívið. Av elligomlum grótsløgum fæst vitan um menning jarðarinnar í jarðfrøðiligari fornøld, og mongu torusteinarnir, sum eru dotnir niður á ísin, geva granskarum upplýsingar úr rúmdini. Vísindafólk bora niður ígjøgnum ískappan og taka kjarnan upp, soleiðis kunnu tey granska broytingar, sum hava verið, í veðurlagnum. Berlin. Berlin er høvuðsstaður Týsklands. Berlin varð grundaður við ánna Spree. Eftir gryvjum er siglandi í tvær aðrar stórar áir, Oder og Elbá. Søga. Í 2.heimbardaga varð Berlin illa bumbaður. Eftir kríggið varð hann býttur sundur í vestur- og eysturtýskan býarpart. Frá 1961 inntil 1990, býtti ein høgur múrur, Berlinmúrurin, fólkið sundur í teir báðar býarpartarnar. Nú er múrurin tikin niður, men munurin á báðum býarpørtunum er sjónskur. Tað verður leingi, áðrenn týska fólkið aftur fer at kenna seg sum eina tjóð. Í 1989 varð múrurin brotin niður, og í 1990 vórðu tey bæði týsku londini løgd saman. Tá ið kríggið endaði, lá helvtin av húsunum í Berlin í toftini, og íbúgvatalið var ógvuliga nógv minkað. Annars er at siga, at eitt risaarbeiði er gjørt, síðan kríggið endaði, til at fáa ruddað toftirnar og reist nýggj hús. Til hetta arbeiðið hava berlinarar fingið stuðul frá Sambandsríkjunum. 12 fólk fólk lív og 48 vórðu særd 19. desember 2016, tá ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu á einum jólamarknaði í vestara parti í Berlin við Gedächtniskirkjuna á kendu handilsgøtuni í Berlin, Kurfürstendamm. Mentan. Brandenburger Tor varð bygt í 1791 og er á gamla markinum millum Vesturberlin og Eysturberlin. Ferðsla. Hann er ikki gamal býur, og vegirnir eru tí beinir og breiðir. Keypmannahavn. Keypmannahavn (danskt: "København", latín: "Hafnia") er høvuðsstaður Danmarkar og størsti býurin í Høvuðsstaðarregiónini. Hann er størsti býur og handilsmiðdepil í Danmark. Ferðafólk, ið ganga í trongum, gomlum gøtum ella á gitnu gongugøtuni Strøget, koma skjótt fram á gamlar kirkjur, áhugaverdir marknaðir og vøtn og tjarnir. Mangir keypmannahavnarar eru at síggja á súkklu, og súkklubreytir eru lagdar út til forstaðirnar, har fólk í býnum hava summarhús síni. Keypmannahavn er landsins størsti býur. Har búgva fleiri enn 1,2 milliónir fólk, og býurin er miðdepil í handli og ídnaði. Býurin er eisini høvuðsstaður, har býr drotningin, og har eru Fólkatingið og stjórnin. Í miðbýnum eru sjónleikarhús, forngripasøvn, kirkjur og mong stór handilshús. Býarpartarnir eru nógvir, t.d. Vesturbrúgv, Norðurbrúgv og Eysturbrúgv. Millumtjóða floghavnin í Keypmannahavn, Kastrup, hevur flogsamband við allar heimspartarnar. Keypmannahavn er størsta ferðamál føroyinga. Ferðasambandið millum Keypmannahavn og Vágar er gott við minst tveimum dagligum flogførum. Søga. Keypmannahavn og Bergen vóru størstu býirnir í danska-norska ríkinum í 18. øld. Í Keypmannahavn búðu 80 000 fólk, og Keypmannahavn var sjey ferðir størri enn Bergen. Politikkur. Keypmannahavn er høvuðsstaður Danmarkar, so har eru allar ráðharrastovurnar, tær eru rundan um borgina Christiansborg, har Fólkatingið, hægstirættur og móttøkustovurnar hjá drotningini eru. Búskapur. Nógvar stórar fyritøkur, bankar og tryggingarfeløg hava høvuðssæti sítt í miðbýnum í Keypmannahavn. Í miðbýnum eru eisini leikhús, søvn, matstovur, konserthallir og biohallir í stórum tali. Í miðbýnum í Keypmannahavn eru nógv arbeiðspláss: Úr øllum heimi koma fólk at keypa úr teimum nógvu serhandlunum. Í miðbýnum eru eisini nógvar skrivstovur. Í miðbýnum verða næstan øll húsini brúkt til skrivstovur, handlar og aðrar fyritøkur. Hóast húsini standa tætt, er ikki nógv pláss til íbúðir. Íbúðirnar, sum eru, eru mangan lítlar. Tí eru tað mest smá húski, eldri fólk og skúlaungdómur, sum búgva í miðbýnum. Húski við børnum búgva mest í forstaðunum, har tað er rúmsáttari. Í stuttum kann sigast, at Keypmannahavn er politiski, fíggjarligi og mentanarligi miðdepilin í Danmark. Baðistrendur. Baðistrendur og baðibrýr eru í høvuðsstaðarøkinum. Har eru baðistøð við kanalirnar, á Østerbro, á Amager, á Bellevue og í Hellerup. Ferðsla. Í stórbýum sum Keypmannahavn er nógv fartan aftur og fram. Fólk, sum arbeiða í øðrum býarparti, enn har tey búgva, mugu fara hvønn dag ímillum heim og arbeiði. Nógv fólk súkkla til og frá arbeiði, til og frá skúla ella universiteti, til hetta endamál eru súkklubreytir á báðum síðum á mestsum øllum teimum størru vegunum í Keypmannahavn. Í Keypmannahavn arbeiða uml. 2/3 í aðrari kommunu enn teirri, tey búgva í. Tí er nógv ferðsla tíðliga um morgunin, tá ið fólk fer til arbeiðis, og seint seinnapartin, tá ið fólk kemur heim aftur. Nógv av hesum fólkum í Keypmannahavn koyra sjálv, men nógv brúka eisini almenna ferðasambandið: bussar og tok. Í Keypmannahavn eru fleiri enn 100 bussleiðir, sum binda allan býin saman. Í Keypmannahavn eru eisini tokleiðir, S-tok, sum flyta fólk stað úr staði bæði skjótt og væl. Hvønn dag fara eini 200.000 fólk úr forstaðunum inn til Keypmannahavnar til arbeiðis. Flogvøllurin í Keypmannahavn er Kastrup Flogvøllur. Hotel Hafnia. Hotel Hafnia og ein partur av býnum Tórshavn Hotel Hafnia er eitt gistingarhús (hotel) við Áarvegin í Tórshavn. Har er eisini matstova og barr. Hotellið læt upp í 1951 og fekk navnið "Hafnia", sum merkir havn á latíni. Gjøgnum 1950-, 1960- og 1970-árini bleiv Hotel Hafnia støðugt útbygt til tað, tað er í dag. Thomas Kingo. Thomas Hansen Kingo varð føddur tann 15. desember 1634 í Slangerup í Sæland, Danmark og deyður tann 14. oktober 1703 í Odense, Danmark. Hann var biskupur á Fjóni og sálmaskald. Kingo bleiv guðfrøðingur í 1658, síðani húslærari og prestur, til hann gjørdist biskupur á Fjóni í 1677. Hann er best kendur fyri at yrkja sálmar, men hevur eisini yrkt hópin av skemtivísum, tættum, lýriskum náttúrulýsingum og heiðurskvøðum. Hann hevði við sálmunum í "Den forordnede ny Kirkepsalmebog" (Kingo-sálmabókin) frá 1699 ómetaligan týdning fyri kristnitrúnna í Føroyum fram til 20. øld. Grímur Kamban. Grímur Kamban var sambært Føroyingasøgu fyrsti víkingur at seta búgv í Føroyum. Roknað verður við, at hetta hendi umleið ár 825. Sambært Dicuil búðu tó írskir munkar í Føroyum áðrenn Grímur Kamban setti búgv í Føroyum. Aðrar frásagnir eru ikki í Føroyingasøgu um Grímur Kamban. Føroyingasøga verður tó mett at hava skeiva tíðarfesting ísv. Harald Hárfagra, tí abbasonur Grím Kambans, Tórálvur Smør, sambært Landnámabók var við á rannsóknarferðini hjá Flóka Vilgerðarsson til Íslands áðrenn ár 874, og landnám Grím Kambans í Føroyum tí má hava verið um hálva øld áðrenn ferð Tórálvs. Fornavnið "Grímur" er av norrønum uppruna, meðan eftirnavnið "Kamban" verður mett at vera av keltiskum uppruna. Summir granskarar meta tí, at føroyska landnámi kom ikki beinleiðis frá Noregi, men umvegis norrøn niðursetuøkir á keltiskum øki, til dømis Hetlandi, Hebridunum ella Írlandi. Vanligt er at siga, at Grímur Kamban setti búgv í Funningi í Eysturoynni. Gøtan Gríms Kambans gøta í Havn er uppkallað eftir Grími Kamban. Føroyingasøga. Føroyingasøga ella Føroyinga søga er skrivað í Íslandi og varðveitt í gomlum íslendskum handritum, men tó ikki sum sjálvstøðug bók. Kortini ivast granskarar ikki í, at hon einaferð hevur verið tað. Mett verður, at hon er skrivað umleið ár 1210 - 1215, og har við ein av elstu íslendsku søgum. Samansettu søgurnar eru at finna í kenda íslendska handritinum Flatoyarbók (norrønt: Flateyjarbók). Í 1832 savnaði danski søgumaðurin Carl Christian Rafn hesi brot saman og gav tey út undir heitinum Færeyinga saga, sum so varð týtt til føroyskt. Høvundurin er ókendur og Føroyingasøga er skrivað 200 ár eftir hendingarnar eru farnar fram. Tískil er ivi um, hvussu høvundurin hevur fingið alla vitanina og tilfarið til vegar, men hildið verður, at høvundurin hevur kent til føroysk viðurskifti og tilfarið er komið frá fólki, sum hevði samband við Føroyar, ella serliga vitan um oyggjarnar. Føroyingasøga. 1. Maður er nevndur Grímur Kamban. Hann var tann fyrsti, sum búsettist í Føroyum. Men tá ið Haraldur Hárfagri ráddi í Noregi, flýddi mangur maður undan harðræði hansara. Summir settust í Føroyum og búðu har, aðrir leitaðu til onnur óbygd lond. Eyður hin Findarríka fór til Íslands, men legði at í Føroyum, og gifti burtur har dóttur Torstein Reyða. Haðani er komin hin viðgitnasta ættin í Føroyum, ið teir rópa gøtuskeggjar og sum búði í Eysturoynni. 2. Torbjørn æt ein maður, hann var róptur Gøtuskegg og búði í Eysturoynni í Føroyum. Guðrun æt kona hansara. Tey áttu tveir synir Tollakur æt hin eldri, og Tróndur æt hin yngri teir vóru evnaligir menn. Tollakur var bæði stórur og sterkur, og Tróndur var bróðurs maki, tá ið hann var mannkomin; men ójavnt varð hildið um teir brøðurnar. Tróndur var reyðhærdur, frøknutur og grefligur í ásjón. Torbjørn var ríkur maður og gamal, tá ið hesi tíðindi bórust. Tollakur giftist har í oyggjunum, men var tó heima hjá faðir sínum í Gøtu. Stutt eftir at Tollakur var giftur, andaðist Torbjørn Gøtuskegg og var útborin í heyg eftir fornum siði; tí tá vóru allir føroyingar heidnir. Synirnir skiftu nú arvin ímillum sín. Men báðir vildu hava jørðina í Gøtu, tí hon var besta ognin. Teir lutaðu, og heimaparturin líknaðist tá Trónda. Tollakur beyð nú Trónda at býta um, lata seg annan fáa heimabúgvið og hann meira av leysagóðsi. Men Tróndur vildi ikki. Tollakur fór tá burtur haðani og fekk sær annan bústað í oyggjunum. Tróndur tók til sín nógvar leiglendingar fyri mestu leigu. Um summarið gjørdi hann skip út og sigldi til Noregs; men tók lítlan farm við sær. Hann vistaðist hjá einum bónda allan veturin; men hann tóktist fyri tað mesta vera dapur í huga. Tá var Haraldur Gráfeldur kongur í Noregi. Summarið eftir fór Tróndur suður til Danmarkar við keypmonnum á farmaskipum og kom til Háloyrar. Har var nógv fólk saman komið. Sagt er, at hagar kemur størsta mannfjøld í Norðurlondum, meðan keysstevnan stendur. Tá ráddi í Danmark Haraldur kongur Gormsson, ið menn róptu Blátonn. Haraldur kongur var á Háloyri um summarið og stór mannfjøld við honum. Tveir menn av kongshirðini eru nevndir, sum tá vóru við honum, annar æt Sjúrður og annar Hárekur. Hesir brøðurnir báðir gingu javnan um keypstaðin og vildu keypa størsta og besta gullringin, ið fáast kundi. Teir komu inn í eina búð; hon er útgjørd av tí besta. Har situr maður inni, sum tekur blídliga ímóti teimum og spyr, hvat teir vilja keypa. Teir søgdust vilja keypa stóran og góðan gullring. Hann svaraði, at her var gott úr at velja. Teir spyrja hann at navni, og hann nevnir seg Holmgeir ríka. Hann breyt nú upp fyri dýrgripum sínum og vísir fram tjúkkan gullring og metir hann so dýrgoldnan, at teir tóktust ikki vita, um teir í løtuni kundu fáa til vega alt tað silvur, ið kravdist, og bóðu bíða sær til morgins. Teir fara nú við hesi avgerð, og líður so náttin. Um morgunin gongur Sjúrður út av búðini, og Hárekur er eftir staddur. Stutt eftir kemur Sjúrður fyri uttan tjaldsmunnan og ropti: "Hárekur frændi, skunda tær, fá mær pungin við silvurinum til ringkeypið, tí nú er keypið gingið í lag; men bíða tú her og ansa búðini." Nú fær hann honum silvurið gjøgnum tjaldsmunnan. 3.Eina løtu seinni kemur Sjúrður inn í búðina til bróður sín og sigur: "Tak tú nú silverið, tí keypið er komið í lag." Hann svarar: "Eg fekk tær silverið í áðni." "Nei," sigur Sjúrður, "eg havi ikki tikið við tí." Nú trætast teir um hetta og siga síðani kongi frá. Kongur og aðrir menn halda tað vera eyðvitað, at silvurið er stolið frá teimum. Kongur leggur nú fráfaringarforboð á, so eingi skip skulu sigla burtur, so sum sakir standa. Hetta tókti mongum manni mikil vansi, sum nú var vorðið, at vera heftir har longur enn keypsstevnan stóð. Tá hildu norðmenn stevnu sínámillum til ráðagerð. Tróndur var á teirri stevnuni og tók til orða: "Her eru menn heldur ráðleysir." Teir spyrja hann: "Veitst tú tá nøkur ráð?" "Kom tá fram við tínum ráðum," siga teir. "Ikki man eg gera tað fyri einki," svarar Tróndur. Teir spyrja, hvat hann leggur á. Hann svarar::Hvør tykkara skal lata meg fáa ein oyra í silvuri." Teir halda hetta vera nógv, men ganga undir, at hvør maður fær honum hávan oyra í silvuri, og annan hálvan oyra, um hetta spældi væl av. Dagin eftir setur kongur ting og sigur, at aldri skuldu menn vera leysir haðani, fyrr enn stuldurin var greiddur. Tá tekur til orða ein ungur maður, ývið, reytt hár upp av kolli, frøknutur og heldur grefligur í ásjón: "Her eru menn heldur enn ikki ráðleysir." Kongsins ráðgevarar spyrja nú, hvørji ráð hann kann leggja. Hann svarar: "Tað er mítt ráð, at hvør maður, ið higar er komin, skal leggja fram so mikiðsilvur, sum kongur setur á, og tá ið fæið er saman komið í eina rúgvu, bøti tá teimum, sum fyri skaðanum vóru; men kongur havisær tað til sømdar, sum var loypur; hann vill sketta væl um tað, sum honum líknast, veit eg, og menn noyðastikki at vera heftir her, so mikil manna múgva, sum her ersaman komin, sær til miklan vansa." Tað var skjótt tikið undir av mannamúgvuni, og allir søgdust vilja leggja fram fæ og sømdarpening til kong, heldur enn at vera tálmaðir her, sær til stórt ógagn. Eftir hesum ráðum verðdur gjørt, fæ borið saman, og tað verður ein stór rúgva. Beint eftir hetta sigldu tey flestu skipini burtur haðani. Kongur helt tá ting. Hugt var at hesum nógva fæi, og brøðurnir fingu nú skaðan afturbøttan. Kongur talaði við sínar menn um, hvat ið gerast skuldi við tað nógva fæið, sum eftir var. Tá tekur ein maður til orða og sigur: "Harri mín, hvat tykist tygum hann er verdur, sum hetta ráð gav?" Teir síggja nú, at hetta er sami ungi maður, sum legði ráðini, og sum nú stóð fyri kongi. Tá mælti Haraldur kongur: "Alt hetta fæ skal býtast í helvt. Aðra helvtina skulu mínir menn hava. Hin helvtin skal aftur fara í tvíningar. Annan helmingin skal hesin ungi maður hava, meðan eg taki hond um hin." Tróndur takkaði kongi fyri hetta við nýtum og blíðum orðum, og so stór var pengarúgvan, Trónda lutaðist, at illa fekst tølur á. Haraldur kongur sigldi tá burtur og øll mannfjøldin, ið har hevði verið. Tróndur fór til Noregs við teimum norsku keypmonnunum, sum hann var komin hagar við, og teir guldu honum tað fæið, hann hevði kravt av teimum. Hann keypti nú stórt og gott farmaskip, laddi í tað hitt miklafæið, hann hevði fingið í hesari ferð. Síðani stevndi hann til Føroyar við skipinum og lendi har í øllum góðum, reisti búgv í Gøtu um várið, og skortar nú ikki fæ. Tróndur var stórur maður av vøkstri, reyðhærdur, reyðskeggjutur, frøknutur, grefligur í ásjón, mykur við smámenn, men fagurlátin við tann meira menta og altíð við svikagerð í kvittanum. 4. Havgrímur æt maður, hann búði í Suðoy í Føroyum. Hann var mikil maður, ríkur og harðvunnin. Guðrið æt kona hansara; hon var dóttir Snæúlv. Havgrímur var høvdingi yvir øðrum helminginum av oyggjunum og hevði fingið hann í len av Haraldi kongi Gráfeld, sum tá ráddi fyri Noregi. Bráður var hann av lyndi og hevði ikki orð fyri at vera vitur maður. Einar æt ein heimamaður hansara; han var róptur Suðringur; ein annar var hjá Havgrími, ið æt Eldjarn Kambhøttur. Hann var orðhavin, illorðaður, fávitskutur og illskur, latur og meinskur, illgrundað lyguvætti. Tveir brøður eru nevndir í hesi søgu; teir búðu í Skúvoy; annar æt Brestir og him Beinir, synir Sigmund, sum var bróðir Tórbjørn Gøtuskegg, faðir Trónd. Teir báðir Brestir og Beinir vóru viðgitnir menn og høvdingar, høvdu helvtina av oyggjunum í len av Hákuni jalli Sjúrðason, sum tá hevði vald inni í Tróndheimi, og teir vóru hirðmenn hansara og kærastu vinir. Brestir bar av øllum monnum bæði í stødd og styrki og máddi meir till víggja enn aðrir høvdingar, sum tá vóru í oyggjunum. Hann var ásýniligur maður og fimur í øllum leikum. Beinir var bróðurinum líkur í mongum, men tó ikki javnlíki hansara. Kaldligt var millum teir og Trónda, hoast teir vóru nær skyldir. Brøðurnir vóru ikki giftir, men frillur høvdu teir. Cecilia æt frilla Brestis, men hin, sum fylgdi Beinir, æt Tóra. Sonur Brestir æt Sigmundur; hann vísti tíðliga góð mansevni. Tóri æt sonur Beinir; hann var tvey ár eldri enn Sigmundur. Annað búgv áttu brøðurnir í Dímun, og tað var tað minna búgvið. Synir teirra vóru blaðungir, tá ið hesi tíðindi vóru. Snæúlvur, verfaðir Havgríms, búði í Sandoynni. Ætt hansara var úr Suðuroyum; hann flýddi haðani til Føroyar fyri manndráp og onnur illskubrøgd. Fyrra partin av ævi síni hevði hann verið í víking og var alsamt líka ódællur og harðrendur. 5. Bjarni æt ein maður; hann búði í Svínoy og var róptur Svínoyar-Bjarni. Hann var góður bóndi og átti nógv fæ, ógvuliga sniðfundigur maður. Hann var móðurbróðir Trónda í Gøtu. Tingstaður føroyinganna var í Streymoynni, og har er havnin, teir rópa Tórshavn. Havgrímur, sum búði í Suðroynni í bygdini Hovi, var mikil blótmaður; tí tá vóru allar Føroyar heidnar. Roykstova. Roykstovan er rúm í gomlum føroyskum húsum við moldgólvi og grúgvu við ljóðara. Í mótsetning til glasstovuna, hevur roykstovan ongi vindeygu. Fámjin. Fámjin liggur mitt á vestursíðuni á Suðuroynni, sum mest sum øll er høg og brøtt og ring at koma til. Einans heilt fáar bygdir eru at finna her. Norðan- og vestanfyri er bakkin høgur og brattur undir Gluggunum (610 m), hægsta fjalli í Suðuroy, har markið er móti Froðbiar sókn. Millum Laðafelli og Borgarknapp er markið móti Hovi, og víðari úr hesum vakra tindi yvir Borgina og Glopprók í Gásadalsgjógv er markið móti Vági. Sunnan fyri bygdina er bakkin eisini høgur. Gjøgnum tann breiða dalin, ið er umgivin av kambum, tindum og botnum, rennur Áin Mikla. Fleiri smá vøtn eru við ánna. Á hjallanum norðanfyri bygdina er tað stóra Kirkjuvatn. Hóast einki sethús er í gerð í bygdini, so hevur fólkatalið seinastu 30 árini ligið støðugt omanfyri 100. Seinasta uppgerðin frá Hagstovuni í februar 2014 vísir, at 106 fólk búgva í Fámjin, og er tað lægsta fólkatalið síðani 1985. Tá fólkatalið í Fámjins kommunu, sum bert snýr seg um hesa einu bygdina, var uppá tað mesta vóru 135 skrásett her. Hetta var í 1993, men síðani er talið minkað javnt og samt. Tvørtur um ta breiðu víkina, har bygdin liggur í fleiri býlingum, er eitt sandriv, ið verjir móti tí opna havinum. Ein siglingarrenna er opin í rivinum. Inni í pollinum er kyrt, sum í eini havn, og hagar reka teir grind. Fámjin er grindavág. 24 merkur í jørð eru í Fámjin, av teimum 2 merkur og 5 gyllin kongs. Hagarnir eru Botnur, Múlhagi, Rókhagi, Fjallið Mikla, Miðhagi (deildur í Sunnara og Norðara part), Hamrahagi og Fløtan. Í Fámjin var smoltstøð, hon læt aftur í 2003. Nú er sparkivøllur á staðnum, har sum kørini hjá smoltstøðini stóðu. Í 2006 vann Fámjin heiðurin sum best røkta bygd, umframt best røkta strandarlinja. Aftur í 2010 vann Fámjin heiðurin at vera best røkta bygd. Fámjin er ein av føroysku bygdunum, sum fyrstu ferð verður nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað einaferð í tíðarskeiðnum 1350 - 1400. Navnið. Soleiðis skuldi bygdin broyta navn. Brim kom og skipið sigldi burtur. Feðgarnir tóku sær hesar báðar til konu. Mangir sterkir avrekskappar sigast at vera komnir undan teimum. Best hugsandi er at navnið hevur okkurt við "fóm" (skúm) at gera, tí oftani er sera nógvur skúmur í mølini tá ið brim er og tað samstundis er nógvur gróður í sjónum. Kirkjan. Fámjin er sera náttúruvøkur bygd umgyrd av hægstu fjøllunum í Suðuroy Fámjins kirkja er bygd í 1876, hon er úr gróti, hvítkálkað og takt við fløgugróti. í kirkjuni hongur tað fyrsta føroyska flaggið, Merkið, sum Jens Olivur Lisberg (1896-1920) úr Fámjin gjørdi í 1919 saman við Janusi Øssurssyni og Paula Dahl. Merkið veittraði fyrstu ferð í Føroyum hin 22. juni 1919, møguliga í samband við eitt brúdleyp í familjuni hjá Jens Olivur. Hann liggur grivin í kirjugarðinum við kirkjuna í Fámjin. Í forkirkjuni stendur ein rúnasteinur, funnin í kirkjugarðinum, óivað gravsteinur. Kirkjan undan hesari varð bygd í 1826, í miðøld skal hava verið bønhús í Fámjin. Best røkta bygd. Fámjin hevur tvær ferðir fingið heiðurin "Best røkta bygd". Umhvørvisátakið er afturvendandi tiltak, sum Umhvørvisstovan, Visit Faroe Islands, Agenda 21 Stovan og Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag skipa fyri í felag. Fámjin vann heiðurin í 2006 og aftur í 2010. Fámjins kommuna. Fámjins kommuna er kommuna á Suðuroynni í Føroyum. Í Fámjins kommunu er ein bygd, Fámjin. Toftir. Á sunnara enda á Eysturoynni, eystanmegin Skálafjørðin, liggur bygdin Toftir. Toftir er markatalsbygd frá landnámstíðini, og t.d. er Rituvík niðursetubygd frá Toftum. Toftir umfatar í dag økið frá Gerðinum úti á Nesi og inn á Høganes. Tann fyrsta búsetingin á Toftum var: Millum áirnar: Fossánna og Hellánna, og hetta økið er framvegis heimrust. Seyðabrævið. right Seyðabrævið er ein føroysk lóg, sum varð sett í gildi hin 28. juni 1298 av Hákuni Jarli Magnussyni. Lógin er skrivað á norrønum av biskup Erlandi, og er elsta varðveitta skriv í Føroyum. Brævið er ein víðkan av Gulatingslógini (landlov) skrivað í 1274 av Magnus Lagabøte. Erland biskupur var biskupur í Føroyum frá 25. januar 1269 fram til 1305, har hildið er, at Kongur Hákun 5. Magnusson setti hann av, vegnað krav frá føroyingum, tí Erland biskopur kravdi ov nógvan skatt, og kravdi arbeiðsmegi til at byggja nýggja Magnusar-Katedralin. Tað finnast í dag tvey eintøk av Seyðabrævinum. Annað er á Landsskjalasavninum í Tórshavn, og hitt er á universitetsbókasavninum í Lund (Svøríki). Í mótsetning til Føroyingasøgu, sum er skrivað í Íslandi, er Seyðabrævið skrivað í Føroyum, og er ein betri kelda til hvussu tann tíðin var fyri føroyingar. Sumba. Sumba er sunnasta bygd í Suðuroy og harvið eisini í Føroyum. Sumba er størsta bygdin í Sumbiar kommunu, ið eisini fevnir um Lopra, Akrar, Víkarbyrgi og Akraberg. Tó eru tað bert í Sumba, Lopra og Økrum at fólk búgva, ongin fastbúgvandi er í Víkarbyrgi og Akrabergi. Sumbiar kommuna hevur høvuðssæti í Sumba. Fólkatalið í Sumba er farið nógv aftur síðan kreppuna í 1990-árunum. Í 1985 var fólkatalið í bygdini 540. Hin 1. januar 2016 var tað 237. Sumba er ein av gomlu bygdunum í Føroyum við fleiri býlingum. Ein er býlingurin í Hørg, ið liggur ovarliga í bygdini. Kendasta skaldið í Suðuroy, Poul F. Joensen (1898-1970), var ættaður úr Hørg, og verður eisini nevndur "Hargaskaldið". Sagnir. Úr Sumba eru nógvar sagnir uppskrivaðar, og ein teirra er "Hargabrøðurnir" synir Sterku Marjun. Søgnin um Hargarbrøðurnir er um fýra brøður í Hørg, ið vóru tiltiknir fyri styrki. Einaferð ránsmenn úr Írlandi gjørdu innrás í Hvalba, var boð sent um oynna eftir hjálp. Tá kom dirvið og styrkin hjá Hargabrøðrunum væl við, so teir ikki sluppu longur suður á oynna, men vóru riknir aftur til sjós. Sumbiar kommuna. Sumbiar kommuna er syðsta kommuna í Føroyum. Í Sumbiar kommunu eru bygdirnar Sumba, Lopra, Akrar og Víkarbyrgi. Harumframt eru kend støð í Sumbiar kommunu, sum t.d. Akraberg, har ein viti varð bygdur í 1909 og forbergið Beinisvørð, sum er næsthægsta forberg í Føroyum. Bygdarráðsformaður. Eyðbjørn Thomsen er bygdarráðsformaður í Sumbiar kommunu. Varaborgarstjóri er Frits Poulsen. Fróðskaparsetur Føroya. Fróðskaparsetur Føroya er universitetið í Føroyum og varð sett á stovn tann 20. mai 1965. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum er ásett í løgtingslóg, er at "inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg". Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya sita sjey limir. Landsstýrismaðurin velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er 4 ár, fyri tey lesandi er skeiðið tó 1 ár. Á Setrinum eru umleið 1000 lesandi. Søga. Fróðskaparsetur Føroya varð stovnað í 1965 við tí latínska heitinum "Academia Færoensis". Tað vóru limirnir í Føroya Fróðskaparfelag, stovnað í 1952, sum tóku stig til at fáa ein lærdan háskúla í Føroyum. Føroya Fróðskaparfelag arbeiddi miðvíst fyri einum vísindaligum umhvørvi. Av virksemi felagsins kunnu nevnast útgávan av Fróðskaparriti og eitt sera umfatandi arbeiði at savna føroyskt orðatilfar. Við einum uppskoti frá Fróðskaparfelagnum sum grundarlagi samtykti Føroya løgting í 1965 at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya, við tí endamáli at inna "vísindaligt rannsóknarstarv og hægri undirvísing. Skylda læraranna er at fremja bæði". Føroyingar fingu tá ein hægri lærdómsstovn. Fróðskaparsetrið byrjaði virksemið við einum professara, Christiani Matras, og einum skrivara, Maud Heinesen. Virksemi tey fyrstu árini fevndi um ársskeið í náttúrusøgu og í føroyskum fyri lærarar. Hetta vóru skeið, sum Fróðskaparfelagið hevði tikið stig til, og sum Fróðskaparsetrið helt fram við. Ársskeiðini fyri lærarar vórðu hildin toluliga regluliga á setrinum til tað seinast í 1980'unum varð avgjørt, at eftirútbúgving av lærarum skuldi skipast á Landsskúlafyrisitingini. Umframt ársskeiðini skipaði setrið fyri almennum fyrilestrum um ymisk evni og kvøldskeiðum í føroyskum. Tey fyrstu árini stílaði setrið fyri eini innsavningarnevnd, ið varð sett í 1967, og hevði til uppgávu at bjarga føroyskari fólkamentan. Sum framhald av hesi nevnd varð tjóðlívsnevndin sett í 1970 til at savna tilfar um føroyskt fólkalív og føroysk fólkaminni. Hetta tilfar er í dag á goymslu á Føroyamálsdeildini. Harumframt varð sett ein nevnd í 1972 at skipa fyri innsavning av føroyskum sálmasangi og andaligum vísusongi. Søga. Verulig akademisk útbúgving byrjaði í 1970 við heimspeki og skeiði til ”filosofikum”. Tann akademiski próvlesturin byrjaði við eini náttúruvísindaligari-heimspekiligari støðisútbúgving í 1972. Síðani 1981 hevur verið undirvíst regluliga í stødd-/alisfrøði og lív-/evnafrøði, og frá 1987 eisini til BS í ymsum greinum. Á Føroyamálsdeildini varð farið undir próvlestur í 1974. Fyrsta árið bert sum eitt ára lestur, men síðani 1976 sum 2 ára lestur til exam.art. Eisini her varð farið undir víðari lestur í 1987, til cand.phil. Í 1976 varð farið undir eina 2 ára útbúgving í gudfrøði. Tey fyrstu árini vóru royndarár, men í 1978 varð avgjørt at seta Gudfrøðideildina á stovn. Avtala varð gjørd við universitet í Íslandi og í Danmark um, at studentarnir kundu gera lesnaðin lidnan har. Gudfrøði og søguvísindi vórðu løgd saman til eina deild, og í 1987 varð farið undir at undirvísa í søguvísindum, fyrst til exam.art, síðani til BA og cand.phil. Av ymsum grundum steðgaði undirvísingin í guðfrøði í 1988. Í tíðarskeiðnum 1993-1995 varð skipað fyri ársnámum í ávíkavist samfelagsvísindum og búskapi, handli og máli. Hesin lestur steðgaði í kreppuárunum, men í 2000 vóru studentar aftur tiknir inn til ársnám. Seinni bleiv hetta til eina BSSc í stjórnmálafrøði. Frá 1999 hevur Náttúruvísindadeildin við dyggum stuðli frá oljufeløgum kunnað bjóðað út útbúgving í kolvetnisverkfrøði. Fyrstu studentarnir fingu prógv í kolvetnisverkfrøði á vári 2002. Á heysti 2002 byrjaði nýtt útbúgvingartiltak, kallað opið setur, við útbúgving í KT-frøði. Talan er um parttíðarlestur, sum kann samskipast við arbeiði innan KT-vinnuna. Fyrstu 11 studentarnir fingu BS-prógv í KT-frøði í februar 2005. Í 2003 kom nýggj útbúgvingarkunngerð fyri allar útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum, har allar útbúgvingar vóru skipaðar eftir Bologna leistinum við bachelor, master og Ph.D., vanliga umrøtt 3+2+3 skipanin. Allar deildir Setursins skipaðu sínar útbúgvingar eftir hesum leisti frá lestrarárninum 2004-2005. Í løtuni (2020) eru fimm deildir á Fróðskaparsetrinum:, og. Harafturat er umsitingin skipað í, har eisini hoyrir til. Útbúgvingarnar í 2020. Í 2020/2021 skipa tær fimm deildirnar á Fróðskaparsetrinum fyri 11 bachelorútbúgvingum, fimm masterútbúgvingum og trimum hjánámum. Eisini skipar Setrið fyri. Sjónleikarhúsið. Sjónleikarhúsið í Havn varð bygt í 1926. Tað var H.C.W. Tórgarð, sum teknaði leikhúsið. Havnar Sjónleikarfelag. Havnar Sjónleikarfelag er felagið sum eigur "Sjónleikarahúsið", felagið er sjálveigandi stovnur. India. Lýðveldið India (hindu; "भारत गणराज्य", enskt; "Republic of India") er eitt stórt land í Eysturásia. India hevur mark við seks lond: Í vesturi hevur India mark við Pakistan, í norðri við Nepal og Fólkalýðveldi Kina, og í eystri við Bangladesj, Butan og Burma. Tað er heimsins 7. størsta land og hevur 1,2 milliardir íbúgvar. India er størsta fólkaræði í heiminum. Eini 450 milliónir fólk hava valrætt. Fleiri enn 200 mál verða talað, men høvuðssmálið er hindi, sum er móðurmál hjá um 40 % av fólkinum. Í India er hindulæran størsti átrúnaður. Í 1620 gjørdi Danmark eina handilstøð í Trankebar í útsynningspartinum av India. Í 1845 seldu teir øki til Bretland. Søga. "Høvuðsgrein: Indisk Søga" India hevur eina langa søgu. Tað verður mett, at tað hava búð fólk í India fyri 2 mió. árum síðani. Í 16. øld var India býtt í hinduríki og muslimsk ríki, sum javnan kríggjaðust sínaámillum. Babur (23. februar 1483 – 5. januar 1531), sum var turkiskur muslimur og ættaður frá Dengis Kan og Timur Lenk, fekk ræðið í kongsríkinum Kabul í Afganistan. Babur dámdi ikki í India. Hann skrivaði, at landið var plágað av hita, dusti og vindi. Hann gjørdi urtagarðar fyri at fríðka um, har hann búði. Hesir friðsælu garðar, har trø og blómur angaðu, og løkir tutlaðu, mintu hann um heimlandið Samarkand og muslimska paradísið. Hann var stórlátaður valdsharri og gjørdi innrás í India, sigraði á sultáninum í Delhi í 1526, og helmaði ikki í, fyrren hann kom eystur at bengalska markinum. Tað, sum Babur hevði lagt undir seg, varð kallað Mogulríkið, frábrigdi av orðinum "mongol", sum segði frá, hvaðan hann var ættaður. Tá ið Babur doyði í 1530, megnaðu eftirmenn hansara ikki stýra sum hann. Sonur hansara Humayun (17. mars 1508 – 4. mars 1556) var ikki mentur at halda saman um ríkið. Ein afganskur høvdingi, Sher Kan Suri (1486 – 22. mai 1545), tók Agra og Delhi í 1540, og ikki fyrr enn í 1555 tók Humayun býirnar aftur. Sonur hansara Akbar Mikli (15. oktober 1542 – 17. oktober ella 27. oktober 1605) endurreisti Mogulríkið og vaks ríkið í allar ættir. Akbar vaks ríki sítt vestan úr Gujarat eystur til Bengal og suður eftir til norðara part í Deccan. Hann læt hinduar hava átrúnað sín í friði og náðum og vissaði sær soleiðis stuðul frá teimum og fekk eisini bøndurnar í part við sær, tí at hann lækkaði skattin. Akbar umskipaði landsins stýri, so at høgir embætismenn kundu hava bæði hernaðarligt og sivilt starv. Teir vóru væl løntir, men kundu ikki fáa sær fastan bústað. Mogulherdeildirnar vóru gitnar fyri villskap og dirvi í bardaga. Tá ið Akbar skuldi venja sínar bestu hermenn, tók hann teir við sær at veiða. Menninir gjørdu ring uttan um veiðidýrini, og stórmogulurin og aðalsmenn hansara drupu tey. Í 1857 gjørdu indiskir hermenn uppreistur, tí at mangir indarar hildu, at bretska yvirvaldið ætlaði at noyða kristindómin upp á teir. Tá ið vunnið varð á uppreistrinum, tók bretska stjórnin Eysturindiafelagið av og tók sjálv ræðið í India. Í 1876 var Viktoria drotning kosin keisarinna í India, og stjórnin útnevndi ein varakong sum umboðsmann hennara. Indarar fingu eingi týðandi størv í embætisverkinum og herinum. Í 1885 varð Tjóðartingið í India stovnað; aðalmálið var at noyða bretar at sleppa indarum framat í umsitingini og lógarvekinum. Tað varð spírin til sterka mótstøðu ímóti bretska yvirvaldinum. Nakrir indiskir muslimar styðjaðu Tjóðartingið, men óttin fyri, at hinduar skuldu fáa ov stórt vald, hevði við sær, at muslimarnir fóru burtur úr aftur. Seinast í 19. øld sóu mangir indarar, helst limir í ovastu hindu-kastunum, enskt mál og evropeiska útbúgving sum einastu útvegir at koma sær fram í India. Teir bygdu sær skúlar og lærdar háskúlar. Tjóðartingið eggjaði hesum al-indiska úrvalsliði til. Í øllum indiskum landslutum var høvuðsstøð, har bretskir embætismenn búðu saman við húskjum sínum. Tey komu ikki í samband við vanliga fólk - ið og livdu sum bretski yvirstætturin, høvdu mong tænastufólk, hildu gildi, gjørdu útferðir og spældu polo, sum bretar høvdu lært seg í mogultíðini. Mentan. "Høvuðsgrein: Indisk Mentan" Filmur. India er tað land í heiminum, sum ger flestar filmar. Um 800 stórfilmar verða tiknir upp um árið, teir flestu í Mumbai, sum verður eyknevndur "Bollywood". Í indiskum filmum, ið eru fullir av spenningi og ógvisligum tilburðum frá byrjan til enda, er nógvur dansur, sangur, romantikkur og vøkur og rík fólk. Indarar eru ofta í biografi, og filmarnir vara javnan 4-5 tímar. Matur. Mangir indarar eta bara grønmeti og frukt. Eftir trúgv teirra er skeivt at drepa dýr og eta tey. Flestir hinduar eta ikki neytakjøt, tí at fyri teimum er kúgv heilagt dýr, og muslimar eta ikki svínakjøt. Maturin er ymiskur um alt landið. Vanligur indiskur rættur eru nógvir kryddaðir grønmetisrættir, so sum "dhal" (flatbønir), "dahi" (jogurt), rís ella "chappatis" (flatbreyð) og "poppadums". Indarar lata nógv krydd í matin, til dømis gurkemeiu, killipipar, koriander, kumman og kardamummur. Búskapur. "Høvuðsgrein: Indiskur Búskapur" Hóast fátækradømið er stórt nógvastaðni, er India av fremstu ídnaðarlondum í heiminum. Bæði í ídnaðinum og landbúnaðinum eru gjørd stór framstig seinastu 25 árini, og tað hevur eggjað útlendskum fyritøkum at gera íløgur í landinum. I India er búskaparmenning við tølum, sum annars bara Kina hevur borgað fyri. Í 2011 verður roknað við, at vøksturin í indisku bruttotjóðarúrtøkuni verður 9 pst. Tjúgu ár við samfeldum búskaparvøkstri sæst aftur í menningini - eisini hjá teimum fátæku. Men ikki allir partar av India njóta ágóðan av búskaparvøkstrinum. Menningin er ójøvn í ymsu landspørtunum. Og tað er ikki altíð í teimum landspørtunum við mesta búskaparvøkstrinum, at positiv úrslit síggjast aftur í heilsustøðuni. Ein av størstu trupulleikum, sum India leingi hevur drigist við, er at útvega nóg mikið av mati til fólkið, ið alsamt fjølgast. Nú á døgum er India sjálvbjargið við mat, tí korn- og rísgrøðin er trífaldað, síðan landið gjørdist frælst í 1947. Framgongdin stendst lutvíst av "grønu kollveltingini" í 1960-árunum, tá ið stórar nýskipanir vórðu gjørdar í landbúnaðinum. Tá var m.a. farið at velta kornsløg og ríssløg, sum fruktaðu væl betur. Stórur vøkstur hevur verið í ídnaðinum, síðan landið gjørdist frælst ríki. Verksmiðjurnar gera til dømis mat, bilar, flogfør, telduútbúnað og rúmdarrakettir. Evnafrøðiídnaðurin er stórur, og klæði og leðurvørur eru týdningarmikil útflutningur. Um helvtin av tí, sum verður gjørt í India, verður gjørt í smáum ættarfyritøkum, sum gera messingssmíð, leðurvørur, plátur og lutir úr viði. Sjálvt um landi í løtuni hevur ein av teimum skjótast vaksandi búskapinum í heiminum, eru tað umleið 400.000.000 sum liva í stórum fátækradømi, her er markið um ein forvinnur undir 7 kr. um dagin. Átrúnaður. Nógvir trúarbólkar eru í India og nógv tann størsti er hinduisma. Har trúgva tey uppá nógvar ymiskar gudar. Tey trúgva at tá tey doyggja, verða tey endurfødd í einum øðrum líki. Skikkar man sær illa kann ein vera føddur sum hundur ella annað djór. Hevur man liva sum bóndi og skikka sær væl og doyr, kann man vera føddur inn í eina ríka familju. Tað besta sum kann henda er, at tey ikki verða fødd aftur men fara í nirvana, eitt slag av himmal har einki er. Kasti skipanin er nú forboðin í India, men enn virkar hon, serliga í bygdunum. Kasti skipanin ger at fólkini eru bólkaði í 7 ymiskar kastir. Tann hægsta kastin er bramin. Prestar og týðandi leiðarar eru føddir inn í bramin kastina. Tað var ikki loyvt fólki frá einari kast, at blanda seg við eina aðra kast og slett ikki at giftast við einum frá einari aðrari kast. Tann lægsta kastin er tey kastu leysu. Tað eru um 160 mió. kastu leys. Um tvey frá hvør sínari kast giftust og fingu børn, gjørdist tey øll kastu leys. Um ein hevði uppført seg væl og doyði, bleiv viðkomandi føddur inn í eina hægru kast. Mangir átrúnaðir, mong mál og mangar mentanir eru í India. Tríggir av størstu átrúnaðunum í heiminum - hinduisma, buddisma og sikhisma - tóku seg upp her. India, eitt land, har flest fólk eru hinduistar, hevur fleiri muslimar enn øll hini londini í heiminum, uttan Indonesia og Pakistan. Flestir indarar eru hinduar, men eisini eru mangir aðrir átrúnaðir, til dømis sikhisma og jainisma. Sikhar trúgva á ein gud. Størsti halgidómur teirra er Gylta Templið í Amritsar í Punjab í Norðurindia. Mong sikhisk mannfólk hava vavhúgvu, turban, um høvdið sum tekin um reinleika. Jainisma líkist hinduismu. Jainistarnir hava djúpa virðing fyri øllum livandi. Mál. Tað verða tosað yvir 200 mál í India, harav 24 verða tosað av meiri enn 1 millión fólkum. Harafturat eru umleið 1500 ymsar dialektir. 17 ymisk almenn skriftmál verða nýtt (tey kunnu millum annað síggjast á pengaseðlunum við Mahatma Gandhi á). Almenna málið í India er indo-evropeiska málið hindi. Hindi er avleggari av tí nú deyða málinum sanskrit, sum ariarir høvdu við sær, tá teir gjørdu innrás í landið. Konkani er eitt indo-ariskt mál, ið indiski etniski bólkurin konkani-fólkið tosar. Konkani verður tosað í konkani-landspartinum, sum fevnir um eitt nú Goa. Málið verður bæði skrivað við devangari (devangari er eitt alfabet, ið verður nýtt til at skriva fleiri av indisku málunum) og tí latínska alfabetinum. Konkani hevur verið í vanda fyri at doyggja út. Tann ógvusliga vesturlendska ávirkanin í India hevur havt við sær, at enskt (og portugisiskt í Goa) eru vorðin nógv brúkt mál millum katolikkar, meðan hindu-nationalisman hevur gjørt, at marathi er blivið eitt nógv brúkt mál millum hinduar. Hetta rák bleiv steðgað í 1985 av eini sterkari konkani-rørslu í Goa, sum hevði stóra undirtøku frá báðum teimum átrúnaðarligu bólkunum. Politikkur. "Høvuðsgrein: Indiskur Politikkur" Javnrættindi. Kynslig samvera millum samkynd er aftur ólóglig í India í 2013. Hetta er støðan, nú Hægstirættur í India hevur kolldømt ein úrskurð hjá einum lægri rætti, sum fyri fýra árum síðani segði, at kynslig samvera millum samkynd var ikki eitt brotsverk. Lógargrein 377, sum hon er nevnd, hevur verið partur av indiskari lóggávu, síðani hjálandatíðinatíðina. Lógargreinin bannar fólki at hava "kynsliga samveru ímóti náttúrunnar fyriskipan." Í úrskurðinum sigur Hægstirættur, at gamla lógargreinin hevur rættargildi, og at tað er lóggávutingið, ið má gera av, um hon skal varðveitast ella ikki. Amnesty International sigur, at úrskurðurin er stórt bakkast fyri indiska samfelagið, og at landið við hesum er sett mong ár aftur í tíðina, tá talan er um at verja grundleggjandi borgararættindi. Landafrøði. "Høvuðsgrein: Indisk Landafrøði" India er um 3.287. 263 km2 til støddar. Til samanbering er Føroyar 1.400 km2. Longdin millum suður og norð er 3.214 km og millum eystur og vestur 2.933 km. Stóra, fjølbroytta landið India er sjeynda landið í heiminum í stødd, og har býr mest fólk næst eftir Fólkalýðveldinum Kina. India er skipa í 28 statum og har búgva 1,236,344,631 fólk í 2014. Yvirgangur. Tað er stórur vandi fyri yvirgangsálopi í India. Vandin er størstur í norðaru serstatunum Jamma og Kashmir, men eisini aðra staðnis í India er vandi fyri yvirgangsálopi. Mumbai bleiv tann 26. november og náttina til 27. november 2008 rakt av eini seriu av samskipaðum yvirgangsálopum rættað móti m.a eini sera upptiknari jarnbreytarstøð (Chatrapati Shivaji), einari vælumtóktari matstovu (Café Leopold), einum fyritøkuraðhúsi (Nariman House), tveimum sjúkrahúsum (Cama og Albless) og tveimum internationalum hotellum (Taj Palace Hotel og The Oberoi Trident Hotel). Umframt hetta kom eisini tilvildarlig skjóting frá yvirgangsfólkunum í smáum bólkum frá minnisverkinum Gateway of India til hesi mál. Yvirgangsfólkini tóku gíslar fleiri staðni, og ikki fyrr enn sunnudagin 30. november 2008 kundi tann indiski myndugleikin vátta, at gíslastøðan var endað. 165 deyð og 304 særd, íroknað útlendingar. Tann 25. juli 2008 bleiv tann suðurindiski býurin Bangalore raktur av eini seriu upp á átta bumbur. Bumburnar, ið vóru plaseraðar ymsa staðni í býnum, drupu tvey og særdu fleiri, tó ongan útlending. Kriminalitetur. Í norðara parti av India eru álop, fólkarán og morð á útlendingar, ið fjakka. Tað verður tí frárátt at fjakka einsamallur ella í smáum bólkum. Ferðafólk mugu verða ansin viðvíkjandi narkotika, tí í India er hørð revsing fyri allar narkotika brotsgerðir. Til dømis kunnu fá gram av marijuana geva fleiri ára fongsulsrevsing. Jóhannes av Skarði. Jóhannes av Skarði (7. apríl 1911 í Tórshavn - 24. januar 1999) er sonur Símun av Skarði. Ávisingar úteftir. Skarði, Jóhannes av Skarði, Jóhannes av Hans Nicolai Jacobsen. Hans Nicolai Jacobsen er føddur í Havn 4. mai 1832. Hann giftist í Havnar kirkju í 1853 við Jóhonnu Mariu úr Koytu heiman av Sandi. Tá var hann bert 20 ára gamal, sum tá var rættuliga óvanligur giftingaraldur. Var við til at seta Jólafundin í 1888. Hann var faðir Dr. Jakobsen. Hans Niklái gekk í skúla úti á Reyni hjá A.C. Lutzen skúlameistara at læra at lesa, skriva og rokna, umframt at hann lærdi allan kristiligan barnalærdóm, sum tíðin kravdi. So skjótt Hans Niklái var komin so mikið til manna at hann kundi gera lít, hevði pápin hann við sær til alt arbeiði, á trøðni og á heiði so væl sum á báti, og tá var onki, sum æt hjá ungdóminum at líva sær. Tað verður sagt um hann at hann var ikki meira enn 13 ára gamal, tá ið hann fór undir mansbyrðu. Hans Niklái lærdi at binda bøkur inn, mest handilsbøkur, men eisini álmanakkar og sovorðið smátt. So væl lá hetta arbeiði fyri hjá honum, at ikki leið leingi um, fyrr enn hann beyð sær til at binda bøkur inn fyri fólk. Hann fekk ikki sórt at gera, og tann frammíhjávinningur, hann hevði av handverki sínum, kom honum væl við og gjørdist grundarlagi undir virki hansara seinni. Útvortis ávísing. Jacobsen, Hans Nicolai Dimmalætting. Dimmalætting (Dimma) er eitt føroyskt tíðindablað, sum hevur verið útgivið síðan 1878. Blaðið hevði í fyrstuni tvey nøvn, eitt føroyskt, "Dimmalætting", eitt navn sum V. U. Hammershaimb var komin við, og eitt danskt "Amtstidende for Færøerne". Eftir 1978 var navnið bert "Dimmalætting". Í apríl 2008 keypti Dimmalættingin allan partapeningin í Vinnuvitan, sum eisini eigur Vikublaðið og Forlagið á Deild. Dimmalættingin gjørdist við hesum størsta blaðhús á føroyska marknaðinum. Í september 2013 gavst dagblaðið Dimmalætting við sínum virksemi, men 10. oktober 2014 kom blaðið út aftur, nú sum vikuskiftisblað hvønn fríggjadag. Útvarp Føroya. Útvarp Føroya (ÚF) var almenna útvarpið í Føroyum og eitur nú Kringvarp Føroya. Fyribils stjórin eitur Kári Sólstein. Søgan. Útvarp Føroya varð stovnað í 1957 og fór undir regluligar sendingar 6. februar 1957. Løgtingið hevði í 1956 samtykt at seta á stovn eitt alment útvarp í Føroyum. Fyrsti útvarpsstjórin var Axel Tórgarð, ið seinni gjørdist prestur, fyrsta programmfólkið var Hjørdis Thomsen úr Nólsoy. Elias Johansen, Lias í Rættará, sum fyrr hevði verið blaðstjóri, var eisini eitt av fyrstu starvsfólkunum í útvarpinum, í fyrstani keypti útvarpið tíðindi frá honum fyri ávíst krónutal, men seinni varð hann settur í fast starv. Eftir Axel Tórgarð, í 1960, tók Niels Juel Arge við sum útvarpsstjóri, og hann leiddi stovnin, til hann legði frá sær fyri aldur í 1990. Niels Juel byrjaði í føstum starvi sum upplesari í útvarpinum longu í mai 1957. Sent varð ein hálvan tíma á miðdegi og millum hálvan og heilan tíma um kvøldið. Høvuðsinnihaldið vóru tíðindi, veðurtíðindi og nakrar talu- og tónleikasendingar. Útvarpið menti seg gjøgnum øll trýssini, stundum við stórum framleiðslum av útvarpsleikum, beinleiðis sendingum, týðing av heimsbókmentum o.s.fr. Útvarp Føroya hevði ikki nokk av pengum til at mennast nóg nógv, og tí var farið undir at fáa fleiri inntøkur til vega, hetta gjørdist við eydnuspælinum V4. Tað varð sambært løgtingslóg sett í verk í november 1969. V4 vísti seg at gerast ein rimmar inntøkukelda hjá útvarpinum. Samstundis fekk útvarpið sína størstu viðgongd nakrantíð við undirhaldssendingunum, sum folk bara nevndu V4. Ferðast varð kring landið, og sent varð av bygd og úr bý í eini 10 ár. Fyrstu árini varð sent av Bryggjubakka í hølum, sum útvarpið upprunaliga leigaði frá Telefonverkinum, og keypti fyrst í sjeytiárunum. Farið varð undir byggingina av nýggjum útvarpshúsi á heysti 1978, og 2. juli 1981 varð flutt inn í tann eystara partin av húsinum, sum hevur tríggjar útvarpsstovur og skrivstovu- og redaksjónsrúm. Á sjálvum 25 ára degnum, tann 6. februar 1982, varð alt húsið tikið í brúk. Nú vóru eisini forhøllin, útvarpshøllin og leikhøllin klárar. Útvarpið hevði nú einar 2200 fermetrar av gólvi at húsast á, og bara útvarpshøllin einsamøll hevði líka stóra gólvvídd, sum tey gomlu hølini á Bryggjubakka tilsamans. Útvarp Føroya var síni fyrstu mongu ár einasti luftborni miðil í landinum. Kapping var frá norskum, donskum og íslendskum útvarpi. Í henni stóð Útvarp Føroya seg væl. Umleið 1980 fekk ÚF eisini kapping frá sjónvarpi í Føroyum. Sendingarnar hjá fyrst Sjónvarpsfelagnum í Havn og síðani Sjónvarpi Føroya tóku í fyrstani nógvar lurtarar ein part av degnum, men sum frá leið stóð útvarpið seg eisini væl í hesi kapping og menti seg. Í nítiárunum kom fyrst kapping frá fylgisveinasjónvarpi og síðani øðrum føroyskum útvarpsrásum. Umstøðurnar hjá Útvarpi Føroya broyttust, og kappingin um lurtararnar harðnaði enn meir. Útvarpið fór undir sínar sendingar við einum lítlum 5 kW-sendara frá Marconi, sum kom úr Suðurafrika, hagar hann varð sendur miðskeiðis í fimtiárunum. Hann varð tó ongantíð uppsettur har og kom síðani til Føroya, har hann varð settur upp uppi á Varða í Havn. Hesin sendari var leingi álitið hjá Útvarpi Føroya at bera boð til Føroya folk, men hann hevði sínar veikleikar og onkuntíð kavaði hann inni, so hann fekk ikki sent. Hjálpt varð um hetta um tíggjuáraskifti 1969-1970, tá tríggir FM-sendarar vórðu settir upp á Húsareyni, á Brúnaskarði og á Hestinum. Hesir sendarar sendu ikki so langt sum millumbylgjan, men ljóðgóðskan var munandi betri, og gjøgnum hesar sendarar hoyrdu eitt nú hetlendingar sínar fyrstu sendingar í stereo. Útvarp Føroya varð seinni í sjeytiárunum fyrsta útvarpsstøð, sum rakk um alt landið við stereo. Øll áttiárini varð arbeitt fyri nýggjum og sterkum millumbylgjusendara at røkka sjófólkið, sum hevði sítt arbeiðspláss víða um Norðuratlantshav. Hetta fekst loksins í lag, og avrátt varð at byggja ein 200 kW-sendara í Akrabyrgi. Hann sendi í 18 ár, til hann í 2008 varð skiftur út við tveir nýggjar sendarar, ein á 100 kW og ein á 50 kW. 1. januar 2005 vórðu Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya løgd saman í ein stovn, Kringvarp Føroya. Stjórin í Kringvarpinum eitur Dia Midjord, hann tók við starvinum 1. august 2012 eftir at Annika Mittún Jacobsen legði frá sær. Saint-Pierre og Miquelon. Saint-Pierre og Miquelon eru oyggjar sum politiskt hoyra til Frakland. Oyggjarnar liggja uttanfyri landslutin Nýfundlandi og Labrador í eystara partinum av Kanada. Týdningarmesta vinnan er fiskivinnan. Fólkatalið var á 6311 í januar 2014, av teimum búðu 5676 í Saint-Pierre og 635 í Miquelon-Langlade. Smyril (fuglur). Smyril (frøðiheiti - "Falco columbarius subaesalon") er einasti ránsfuglur sum eigur í Føroyum í dag, men hildið verður at havørnin átti í Føroyum í gomlum døgum. Hann er av minstu falkum. Steggin er dimmgráur omaná, gulbrúnur við dimmum strikum í neðra og um hálsin; bøgan er smáflekkut av dimmum og ljósum brúnum. Ungfuglurin líkist bøguni, men dimmari. Ránsfuglur. Smirilin er líka grammur sum veiðifalkurin. Starar, steinstólpur, títlingar og aðrar smáfuglar drepur hann í meingi. Leingi kann hann sita samanhoykin á eini túgvu og skimast — avbara væl skygdur er hann. Nú fær hann eyga á ein grátítling langt burtur. Lágt yvir jørðini flýgur hann — títlingurin støkkur upp, og kvikur sum ein hvirla er smirilin eftir honum. Men hin lítli er knappur í vendini, hvørja ferð hann kennir smirilin tætt at sær, snittar hann til viks, so smirilin verður áhaldsin í takinum. Men títlingurin møðist, og finnur hann ikki eitt friðskjól, so er deyðin vísur. Mót einum garði heldur hann ferðini, smýgur inn í eina holu og er bjargaður. Nipin setur smirilin seg uppiyvir at lúra, men títlingurin kemur ikki út, fyrr enn hann er farin. Starar tyrpast tætt saman í flokk undan honum, og flúgva so høgt upp í loft — væl vita teir, at uttan hann er uppi yvir teimum, fær hann hvørki nev ella kløur í teir. Og onkursvegna munna teir eisini fáa ørkymlað hann í flognum, tí tá ið teir halda seg væl saman, má hann oftast fara frá við ongum. So ræddur kann stari vera, at hann flýgur undan inn í roykstovuna og ytst undir væðingina; og so morðgírugur er smirilin, at hann eltir; men tá ið hann sær fólkið inni, skundar hann sær út aftur. Eisini størri fuglar, sum lógv og snípa, mugu stundum lata lív fyri honum. Smiril eigur víða í norðanlondum, men einans í Føroyum er hann alt árið. Reiður tímir hann ikki at gera sær, tekur heldur eitt krákureiður; tá verður bardagi millum bæði, men knappur og knáur, sum smirilin er, má krákan oftast dvína, alt hon er nógv størri. Smiril verpur 4 reyðbrún egg, og 3 vikur seinni koma ungarnir út. Kemur tú at reiðrinum, so blaka teir seg á ryggin og høgga upp ímóti tær við klónum — teir eru av tí berginum brotnir — bregða ikki úr ætt. — Ljótt er at síggja, hvussu smiril drepur smáfugl, og ofta illskast vit inn á hann, men annars kann hann ikki liva. Hvat skulu vit tá siga um teir»sportsmenn«, sum mest til stuttleika drepa og særa hundraðtals av fuglum, særa teir so, at teir mangan fáa óreiðiligari deyða, enn tá ið smiril tekur teir. Ránsfuglar, ið hoyra til falkaættina, kennast á flogi av sera spísku veingjabroddum teirra og heldur langa veli. Tætt hjá sært tú, at smyrilin hevur rættiliga tjúkt nev, ið beint aftan fyri niðurbenda oddin á yvirnevinum hevur eina "tonn", ið nevnist falkatonnin, ið fellur inn í samsvarandi foyru á undirnevinum. Í falkaættini ("Falconidae") eru uml. 60 ymisk sløg, ið liva um meginpartin av heiminum. Smyrlarnir eru býttir sundur í 10-11 ymisk sløg, sum eiga norðalaga á norðurhálvu. Tað smyrlaslagið, ið sæst í Føroyum bæði sum búfuglur og sum flytifuglur, eitur á látíni "Falco columbarius subaesalon", og eigur eisini í Íslandi og í Skotlandi. Tað eru serliga teir longu veingirnir á hesum slagnum, sum bróta frá slagnum "aesalon", ið eigur norðalaga í Norðurlondum, heilt eystur í Siberia. Útsjónd. Smyril er minsti falkur í Evropa. Hann er 25 til 30 cm til longdar og hevur eina veingjabreidd frá 50 til 60 cm. Stórur munur er á steggja og bøgu. Steggin er grábláur omaná og reyðbrúnur um búkin og hevur breiðar álir. Omaná er bøgan morreyð og um búkin er hon heilt ljósagul og hevur breiðar morreyðar álir. Teir ungu fuglarnir líkjast bøguni til fram ímóti vári, tá teir missa gomlu fjaðrarnar og grábláir fjaðrar vaksa fram á bakinum á ungu steggjunum. Bøgan vigar í miðal 210 gr, og er tí heldur størri og tjúkkri enn steggin, sum í miðal vigar 50 g minni. Útbreiðsla og flyting. Í dag eiga uml. 25 – 50 pør av smyrlum í Føroyum. Stovnurin er í framgongd, eftir eina stóra minking miðskeiðis í farnu øld. Ein orsøk til framgongdina í dag eru teir rættiliga veðurgóðu vetrarnir, har starar og gráspurvar hava klárað seg væl, og tí eru eitt gott føðslugrundarlag hjá smyrlunum. Hildið verður, at ein partur av føroyska stovninum er búfastur. Íslendski stovnurin telir ímillum 1000 og 2000 pør, harav teir flestu eru flytifuglar. Nógvir av teimum eru í Føroyum á vári og heysti, á veg til vetrarbýli á bretsku oyggjunum og í Fraklandi. Nakrir av smyrlunum, sum eru í Føroyum um veturin, eru helst íslendskir. Bert teir norðastu smyrlarnir eru flytifuglar av teirri einfaldu orsøk, at smáfuglarnir, teir liva av, flyta suðureftir um heystið. Føði. Smyril veiðir ofta har frítt og opið er, og ger ofta óvæntað snarálop. Flestu fuglar verða tiknir á jørðini ella nær við jørðina. Serliga er tað sjónin, ið ger smyril til ein framúr góðan ránsfugl. Sjónarkyknurnar í eygunum eru 1 mill. fyri hvønn mm². Til samanberingar hevur menniskjan bert 100 túsund. Í Føroyum er fongurin vanliga stari, títlingur, steinstólpa og spurvur, ja sjálvt vaðfuglur sum t.d. lógv og snípa má lúta. Tað er ótrúligt, at smyrilin er førur fyri at taka ein so stóran fugl sum lógvin, ið vigar uml. tað sama sum hann sjálvur. Verping. Smyril velur sær øki, sum er nóg stórt til at føða ungarnar. Í Íslandi kann eitt tílíkt øki vera uml. 35 km² til støddar. Smyril eigur ofta í brøttum líðum, men hann byggir tó ikki reiður sítt sjálvur. Finnur hann eitt gamalt kráku- ella ravnareiður á hóskandi staði, er tað nóg gott. Viðhvørt verpir hann beint á bera hellu uttan nakað reiður. Verpingin byrjar í mai og eggini eru millum trý og seks í tali, men vanliga fýra. Eggini eru uml. 40 mm til longdar og rættiliga rund, tey eru morreyð við tøttum døkkum deplum. Klekingin tekur uml. fýra vikur og ungarnir eru floygdir eftir øðrum fýra vikum. Tá ungarnir eru klaktir, er tað steggin sum veiðir, og hann roytir ofta fongin, áðrenn hann verður givin bøguni á einum ávísum staði tætt við reiðrið við ungum. Bøgan skræðir fongin sundur í hóskandi bitar, sum hon gevur ungum sínum. Ymiskt. Smyrilsnavnið er grógvið inn í føroyska gerandisdagin. Suðuroyarleiðin verður røkt av Smyrli og eitt skipafelag Smyril Line ber eisini smyrilsnavnið. Smyrilin er nevndur í Fuglakvæðinum, ið Nólsoyar Páll yrkti fyrst í nítjandu øld. Ein máliska, sum enn hoyrist, t.d. tá børn spæla væl saman og ein ótangi kemur og spillir spælið og friðin, er: "Nú kom smyril í staraflokk!". M/F Smyril. Fyrsti Smiril á Tvøroyri uml. 1900. M/F Smyril er ferðaskip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum siglur ímillum Tórshavn og Tvøroyri. Søga. Suðuroy er heldur fjarskotin frá hinum oyggjunum, og tí er tað skilligt, at postflutningur til og úr oynni í gomlum døgum var bæði torførur og óregluligur. Tá ið fríhandilin kom í 1856, vórðu nógvir handlar stovnaðir kring landið, og tað var tí skjótt monnum greitt, at tað kravdist eitt betri postsamband oyggjanna millum, enn tað ið var. Tosað varð aftur og fram um, hvussu hetta skuldi gerast, men tað vóru bert orð. Smiril I. So tóku Mortensens menn á Tvøroyri sær um reiggj og gjørdu sáttmála við "Kochum Mekaniska Verkstad Aktiebolag" í Malmø um at smíða teimum eitt dampskip til innanoyggjasigling. Tað var tí ein stórhending, tá ið "Smiril" við froyði frá bógnum 19. desember 1895 kom inn um Høvdan og inn eftir Trongisvágsfirði á síni fyrstu ferð úr útlondum nýkomin av bakkastokki og legði at Mortensens brúgv. Hesin fyrsti "Smirilin" byrjaði siglingina í januar 1896, og tað var ein kollvelting í føroyska postflutninginum, tí nú komu bæði bløð, brøv og annar postur skjótari út á bygdirnar. Eftir ferðaætlanini hevði "Smiril" vítt at fara í innanoyggjasiglingini - hann skuldi á hvørja bygd at kalla. Í mai mánaði 1917 seldi A/S J. Mortensens Eft. "Smiril" til "Færøernes Amtskommune". Endaliga skeytið uppá hann fekk Amtskommunan í 1921, og varð hann nú skrásettur í Tórshavn. Smiril II. Í 1931 læt Tingið nýggjan "Smiril" smíða í Frederikshavn, og hann kom til Føroya í 1932. Tá ið hann kom á Havnina, varð hann móttikin við bæði tónleiki og sangi, og fólk helt hann vera eitt ógvuliga vakurt skip og serstakliga innan við stórari salón, bleytum sofum og stólum. Eisini var ein lítil roykisalón og kahúttir niðriundir til ferðafólkið og á dekkinum til yvirmenninar. Eftir tátíðar krøvum var hetta eitt stásiligt ferðamannaskip, sum sigldi til tær stóru bygdirnar eftir fastari ferðaætlan, sum t.d. Vestmanna, Vágar og onkuntíð Mykines, Nólsoy, Klaksvík og bygdirnar á eystursíðuni á Eysturoy, Sandoy og Suðuroy. Tveir dagar eftir, at hann var komin, varð hann settur í sigling millum oyggjarnar, og sama dag fór gamli "Smiril" til Keypmannahavnar. Tað var við sorgblídni, at havnarfólk eygleiddu hann, har hann fór suður gjøgnum fjørðin út ímóti Borðuni. Hann hevði tá røkt siglingina millum oyggjarnar í yvir 35 ár. Smyril III. Miðskeiðis í 1960-árunum samtykti løgtingið at byggja nýtt skip til Strandferðsluna, og 14. januar 1967 fór ein nýggjur "Smyril" av bakkastokki á Tórshavnar Skipasmiðju í Havn (sambært broytingum í rættskrivingarreglunum var stavihátturin nú broyttur frá "Smiril" til "Smyril"). Hann tók væl meira av fólki enn tann, ið var undan honum, og var pláss fyri 300 ferðafólkum umborð. Hann hevði so stóran motor, at siglitíðin millum Suðuroy og Tórshavn var bert 3 tímar, og hildu fólk, at hetta var eitt óført framstig. Hesin triðji "Smyrilin" hevði, í mun til teir báðar fyrru, dieselmotor. Hinir báðir fyrru høvdu dampmaskinu. Hesin "Smyrilin" var útgjørdur við øllum nútímans navigasjónstólum: radara, automatiskari stýring, o.s.fr. 10 kahúttirnar vóru við tilsamans 30 koyggjum miðskips til ferðafólk. Manningin var 14 og búði har afturi, skipari og yvirmenn frammi í erva. Á ovasta dekki var stór uppihaldssalón við kafeteria, á niðara dekki vóru kahúttirnar til ferðafólk og ein roykisalón tvørtur um alt skipið. Hann var eitt sera sjógott skip, og teir, ið førdu hann, høvdu bara gott at bera honum. Hann hevði einki hvalabak framman, so at fordekkið borðfyltist viðhvørt, tá ið hann fekk onkran sjógvin oman yvir seg, men var sum heild eitt róligt skip, ið bar seg væl í sjónum. "Smyril" varð settur í Suðuroyðarsiglingina og suðuroyingar vóru væl nøgdir við, at ferðin norður um fjørð nú einans tók 3 tímar og ikki sum áður 4. Sum nakað nýtt kundi hesin nýggi "Smyrilin" flyta nakrar fáar bilar millum oyggjarnar. Hann hivaði einar 4-5 niður í lastina, men tá máttu teir ikki vera ov stórir. Ein bilur varð settur á dekkið, hvørjumegin lastalúkuna og ein á sjálva lúkuna, men tað kravdi gott veður, um bilarnir ikki skuldu koma at liggja undir í sjóroki. Hesin bilflutningur vant so nógv upp á seg, at tú skuldi vera heppin at fáa bilin við, um tú ikki hevði biðið um pláss frammanundan. Smyril IV. Tey, ið vildu hava bil við, tá ið tey ferðaðust millum Tórshavnar og Suðuroyar, gjørdust alsamt fleiri og skjótt var monnum greitt, at neyðugt var at útvega størri skip, ið kundi flyta nógv fleiri bilar og fólk á Suðuroyarleiðini. Tað bar á, at trongligt var umborð, og tá ið fólk og bátar skuldu flytast til tær ymsu stevnurnar kring landið, var hann mangan ov lítil. Tosað varð aftur og fram um hetta, og ymsar vóru meiningarnar, onkur vildi byggja skip, og onkur vildi keypa skip. Í 1975 var so 6 ára gamla ferjan "Morten Mols" keypt frá Molslinjen, og tað var eitt stórt og prýðiligt far afturímóti "Smirlunum", ið verið høvdu frammanundan. "Smyril" varð beinanvegin settur í innanoyggjasiglingina (og uttanlandssigling !), og hetta var nakað heilt nýtt fyri suðuroyingar at sleppa norður til Havnar um morgunin og suður aftur um kvøldið. Nógv varð tosað um hetta skip í fyrstuni, sum t.d. um tað var egnað til sigling í okkara sjógvi ella ikki, so flatbotnað, sum tað var. Ikki skal dyljast, at illa rullaði tað í ringum líkindum og fór nakað langt viðhvørt. Men síðani stabilisatorarnir vóru settir í "Smyril", er hann eitt heilt annað skip. Hann er farin mangan ringan hesi 23 árini, síðani hann kom til Føroya, og ógvuliga sjáldan hevur hann avlýst nakra ferð fyri veður. 4. "Smyrilin" siglir enn. Smyril V. 7. november 2001 varð uppskot til løgtingslóg lagt fyri tingið um at fáa nýggja suðuroyaferju. Eftir tíðarætlanini í løgtingslógaruppskotinum skuldi ferjan handast Strandfaraskipum Landsins seinast mitt í ella síðst í 2004. Skipið er seinkað nakrar ferðir av ymsum orsøkum. Men við tí, at landsstýrismaðurin Jógvan við Keldu og José Luis Álvarez, skipasmiðjustjóri á skipasmiðjusamtakinum IZAR, hava gjørt ískoytissáttmála til sáttmálan um smíðingina av Smyrli, er nýggj freist sett til 15. oktober 2005. Seinkingar kosta Strandfaraskipum dýrt, tí gamli Smyril skal haldast í sigling longri. Fleiri seinkingar merkja tí fíggjarligar revsingar til skipasmiðjúsamtakið IZAR. Eftir heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins, eitur nýggja skipið "Smyril". Vanliga verður skipið nevnt "Nýggi Smyril og verandi skip nevnd "Gamli Smyril". "Nýggi Smyril" er sniðgivin av kendu donsku rágevandi skibsverkfrøðinga fyritøkuni Knud E. Hansen A/S Havnar Sjónleikarfelag. Havnar Sjónleikarfelag er eitt føroyskt sjónleikarafelag, sum varð stovnað í 1918. Felagið eigur "Sjónleikarahúsið" og er sjálvsognarstovnur. Peter Mohr Dam. Peter Mohr Dam (11. august 1898 í Skopun - 8. november 1968 í Tórshavn) var løgmaður í Føroyum og útbúgvin lærari. Dam var lærari á Tvøroyri. Hann hevði eisini tætt tilknýti til arbeiðarafelagið á Tvøroyri Enigheden, har hann óløntur starvaðist tað mesta av ævi síni. Dam var ein av høvuðsforsprákarunum, tá ið fólk á Tvøroyri stovnaðu felagið Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag. Petur Mohr Dam var formaður Javnaðarfloksins í tíðarskeiðnum 1936 - 1968. Í tveimum skeiðum var han Føroya løgmaður 1958-1962 og 1967-1968. Frá 1928 - 1968 var hann løgtingsmaður, árini sum løgmaður undantikin. Í tíðarskeiðnum 1964-1967 var hann fólkatingslimur. Børn: Atli Pætursson Dam (1932 - 2005), Signar Dam, lækni, Bergur P. Dam (faðir Rigmor Dam) Kelda. Dam, Petur Mohr Dam, Petur Mohr Dam, Petur Mohr Dam, Petur Mohr Kristian Djurhuus. Kristian Djurhuus (12. februar 1895 í Tórshavn – 20. november 1984 í Trongisvági) var løgmaður í Føroyum. Privatlív. Kristian Djurhuus var giftur við Margretu Djurhuus. Saman áttu tey synirnir: Johan Djurhuus, Hans Andreas (Hassadi) Djurhuus, Erling Djurhuus og Ejler Djurhuus. Hákun Djurhuus. Hákun Djurhuus (11. desember 1908 í Tórshavn - 22. september 1987) var løgmaður í Føroyum 1963 til 1967. Hann var valdur á Ting fyri Fólkaflokkin í 1946. Eitt skifti frá 1950 til 1951 var hann borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Frá 1957 til 1960 og frá 1968 til 1973 var hann fólkatingsmaður. Hákun var útbúgvin lærari. Kelda. Djurhuus, Hákun Djurhuus, Hákun Atli P. Dam. #REDIRECT Atli Pætursson Dam 3. juni. 3. juni er dagur 154 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 155 um skotár). Tað eru 211 dagar eftur av árinum. 4. juni. 4. juni er dagur 155 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 156 um skotár). Tað eru 210 dagar eftir av árinum. 5. juni. 5. juni er dagur 156 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 157 um skotár). Tað eru 209 dagar eftur av árinum. 6. juni. 6. juni er dagur 157 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 158 um skotár). Tað eru 208 dagar eftur av árinum. 7. juni. 7. juni er dagur 158 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 159 um skotár). Tað eru 207 dagar eftir av árinum. 8. juni. 8. juni er dagur 159 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 160 um skotár). Tað eru 206 dagar eftur av árinum. 9. juni. 9. juni er dagur 160 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 161 um skotár). Tað eru 205 dagar eftur av árinum. 10. juni. 10. juni er dagur 161 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 162 um skotár). Tað eru 204 dagar eftur av árinum. 11. juni. 11. juni er dagur 162 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 163 um skotár). Tað eru 203 dagar eftur av árinum. 12. juni. 12. juni er dagur 163 í árinum í tí gregorianska kalendarinum (dagur 164 um skotár). Tað eru 202 dagar eftur av árinum. 13. juni. 13. juni er dagur 164 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 165 um skotár). Tað eru 201 dagar eftur av árinum. 14. juni. 14. juni er dagur 165 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 166 um skotár). Tað eru 200 dagar eftur av árinum. 15. juni. 15. juni er dagur 166 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 167 um skotár). Tað eru 199 dagar eftur av árinum. 16. juni. 16. juni er dagur 167 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 168 um skotár). Tað eru 198 dagar eftur av árinum. 17. juni. 17. juni er dagur 168 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 169 um skotár). Tað eru 197 dagar eftur av árinum. Dagurin kallast eisini bótólvsøka ella bótólvsmessa. Tjóðardagur Íslands. Frá 1954 til 1990 tjóðardagur Vesturtýsklands. 18. juni. 18. juni er dagur 169 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 170 um skotár). Tað eru 196 dagar eftur av árinum. 19. juni. 19. juni er dagur 170 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 171 um skotár). Tað eru 195 dagar eftir av árinum. 2. juni. 2. juni er dagur 153 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 154 um skotár). Tað eru 212 dagar eftir av árinum. 1. juni. 1. juni er dagur 152 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 153 um skotár). Tað eru 213 dagar eftur av árinum. Djóni Isaksen. Djóni Isaksen róptur Djóni í Geil (12. september 1849 - 20. apríl 1912) var málari úr Tórshavn. Var við til at seta Jólafundin í 1888. Djóna í Geilgøta í Eysturbýnum í Havn er uppkallað eftir honum. Djóni í Geil er serliga kendur fyri starvið sum blaðstjóri á Tingakrossi. Andrass Samuelsen. Andrass Samuelsen (1. juli 1873 í Haldórsvík - 30. juni 1954 í Fuglafirði). Petur Mohr Dam. #REDIRECT Peter Mohr Dam Robert Joensen. Robert Joensen (28. august 1912 í Klaksvík - 19. mai 1997) var kommunuskrivari í Klaksvík, fólkalívsfrøðingur og heiðursdoktari á Fróðskaparsetrinum í 1990. Átjan ára gamal leitaði hann sær til Danmarkar, har hann tók preliminerprógv og seinni studentsprógv. Hann tók so upp guðfrøðislestur fyrst á lærda háskúlanum í Árhus og seinni í Keypmannahavn, men hann var staddur heima, tá 2. heimsbardagi brast á og skipasambandið Danmarkar og Føroya millum varð kvett -tá ið kríggið var av, hevði Joensen fingið starv sum skrivari hjá Klaksvíkar kommunu, fimm ár vóru liðin, og hann tók ikki gudfrøðislesturin upp aftur. Robert hevur havt mong álitisstørv, m.a. sat hann á løgtingi umboðandi Fólkaflokkin 1943-1945. Gilli. Gilli er nevndur í Føroyingasøgu sum løgmaður í Føroyum um ár 1000. Keldur. Gilli Anfinn Kallsberg. Anfinn Kallsberg (19. november 1947) var løgmaður í Føroyum 1998-2004, hann hevur eisini verið fiskimálaráðharri, fíggjarmálaráðharri, løgtingsformaður og formaður í Løgtingsins Fíggjarnevnd. Hann var limur í Danska Fólkatinginum frá 2005 til 2007. Anfinn er útbúgvin innan skrivstovu og handil. Hevur starvast sjálvstøðugur við bókhaldi og annað á Viðareiði í tíðarskeiðinum frá 1974 til 1996. Harumframt hevur hann starvast hjá J.F. Kjølbro í Klaksvik frá 1964 til 1974. Anfinn Kalsberg legði frá sær sum løgtingsmaður í januar 2011, tá Fólkaflokkurin avgørdi at gera ymiskar umrokeringar í flokkinum. Jørgen Niclassen fór frá sum uttanríkisráðharri og fór í staðin í Løgtingið. Annfinn hevði tá verið virkin í føroyskum politikki á Føroya Løgtingi í 30 ár. Ávisingar úteftir. Kallsberg, Anfinn Kallsberg, Anfinn Kallsberg, Anfinn 1986. 1986 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum mikudegi. 22. apríl. 22. apríl er dagur 112 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 113 um skotár er). 253 dagar eru eftir av árinum. Apríl. Apríl er 4. mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og ein av 4 mánaðum, sum hava 30 dagar. Sveis. Sveis (týskt: "Schweizerische Eidgenossenschaft", franskt: "Confédération Suisse", italskt: "Confederazione Svizzera", rætoromanskt: "Confederaziun Svizra") er eitt land í Miðevropa. Í norðri hevur Sveis mark við Týskland, í eystri við Liktinstein og Eysturríki, í vestri við Frakland og í suðri við Italia. Hóast Zürich er størsti býur í Sveis, er Bern høvuðsstaður. Landið er eitt av ríkastu londum í Evropa. Sveis gjørdist uttanveltaland í 1815 og hevur ikki verið uppi í nøkrum kríggi í Evropa síðan. Nú er landið býtt í 26 landspartar (kantonir), og hesir hava so skipað seg sum eitt tjóðveldi við einum samveldisforseta sum oddamanni. Mong fólk búgva í rættiliga avbyrgdum dølum, og fólkið talar ikki sama mál. Í Sveis eru fýra almenn mál: franskt, sveisaratýskt, retoromanskt og italskt. 63 % av fólkinum talar sveisaratýskt. Í Zürich og Bern tala tey týskt, men í t.d. Genève og Lausanne tala tey franskt. Søga. "Høvuðsgrein: Sveisisk søga" Politikkur. "Høvuðsgrein: Sveisiskur politikkur" Sveis, sum verður stýrt sum tjóðveldi, er í fleiri smáum ríkjum, sum teir kalla "kantonir". Hvør kantonin hevur heimastýri, men allar hava felags samveldisforseta. Í Sveis eru fýra mál: í vestara parti er móðurmálið franskt, í syðra parti italskt, í útsynningspartinum er eitt fornt romanskt mál, tey kalla retoromanskt, og í norðara og mittasta partinum er eitt týskt mál, sum tey kalla sveisartýskt. Sveis hevur ikki verið í nøkrum bardaga í 200 ár, men hevur ofta verið nýtt av teimum stríðandi at halda friðarsamráðingar í. Í Genève verða á hvørjum ári hildnir alheims friðarfundir. Reyði Krossur, sum sveisarin Jean Henri Dunant (1828-1910) setti á stovn í 1864 at veita krígsherjaðum medisin og læknahjálp, hevur høvuðssetur sítt í Genève. Sveis er ikki limur í ES, men hevur eina avtalu um tey fýra frælsini: vørur, arbeiðsmegi, tænastu og kapital, sum ger, at landið í heilt stóran mun virkar sum ein partur av innara marknaðinum í ES. Innflytarapolitikkur. Sveisiska fólkið hevur í 2014 atkvøtt fyri at steðga streyminum av tilflytarum til landið. Sunnudagin 16. februar 2014 segði sveisiska fólkið á fólkaatkvøðu "ja" til munandi herðing av lógini um tilflytarar úr ES-londum. Sjálvt um Sveis ikki er limur í ES, hevur landið seinastu 12 árini havt eina avtalu við ES um fría ferðing um landamørk. Men nú sveisiska fólkið hevur kravt munandi herðingar av lógini, er spurningurin, um avtalan við ES má víkja fyri sveisiska fólkaviljanum. Úr Brússel eru boð longu komin um, at ES fer at endurskoða síni viðurskifti við Sveis. Tað var sera lítil munur á talinum av ja- og nei-atkvøðum – bert 19 000 atkvøður. Av teimum, sum atkvøddu, søgdu 50,3 prosent ja. Men úrslitið merkir, at stjórnin innan 2017 skal hava dagført lógina um tilflytarar, og tað fer at merkjast í grannalondunum. Nógv koma úr ES-londunum Italia og Týsklandi til Sveis at arbeiða, og í 2014 eru millum 27 og 29 prosent av teimum átta milliónunum, sum búgva í Sveis, tilflytarar. Tað er tað næstmesta í Evropa aftan á Luksemburg. Seinastu árini er ein klovningur komin í millum løntakarar, sum síggja fremmandaarbeiðarar fáa teirra størv fyri minni løn og harvið trýsta lønarlagið niður, og so politikarar, sum tala fyri at taka ímóti fleiri tilflytarum. Hinvegin hava aðrir politikarar tikið seg fram við at tala ímóti tilflyting. Í mars 2014 hevur orðaskifti verið í ES-tinginum um sveisisku avgerðina, og har gav ES-kommisserurin fyri arbeiðsmarknaðin, László Andor, sveisarum greið boð: "Sveis kann ikki siga nei til, at fólk hava frælsi til at ferðast frítt um landamørk, og samstundis samstarva við ES, sum um einki var hent". László Andor segði, at so leingi Sveis ikki hevur meldað aftur um, hvussu landsins politiska leiðsla ætlar at fyrihalda seg til úrslitið av atkvøðugreiðsluni, kann ES ikki halda fram við tveimum felags verkætlanum um gransking og útbúgving, sum eru í gongd í løtuni. ”Sveisisku myndugleikarnir hava ikki stórt rásarúm her. Tí tað at ferðast frítt er ein grundarsteinur í samstarvinum og kann ikki takast burtur frá hinum frælsunum í avtaluni,” segði Andor. Aðrir ES-politikarar vóru ikki so avgjørdir og vístu á, at Sveis ikki er limur í ES og hevur rætt til sjálvt at avgera lógirnar í egnum landi. ”Øll sløg av sanksjónum, sum avmarka teirra part í gransking og útbúgving, kunnu skaða okkum øll. Tað hevði verið tápuligt at sligið alt ov hart aftur,” segði Vicky Ford úr høgrasinnaða bólkinum ECR (stytting fyri "European Conservatives and Reformists"). Hon helt, at ES eigur at síggja báðar síðurnar av málinum, og at sveisiska fólkið hevur rætt til at gera av, hvussu landsins landamørk skulu stýrast. Í Sveis var ein fólkaatkvøða í 2008, um tað skal vera loyvt at byggja tey sermerktu tornini, ið oftani eru við síðuna av moskum - eitt sokallað minarett. Á øllum moskum er høgt moskutorn (nevnt "minarett") haðan tey trúgvandi verða kallað til bøn fimm ferðir um dagin. Byggilógin (nevnt "Federal popular initiative "against the construction of minarets") bleiv samtykt; á fólkaatkvøðuni í november mánaði 2008 atkvøddu 57,5 prosent av veljarunum í Sveis fyri, og 42,5 prosent atkvøddu ímóti. Eisini í syðra parti av Eysturríki er ein lóg samtykt, ið forbjóðar moskubygging, um hesar ikki hóska til umhvørvið. Í Sveis búgva uml. 400 000 muslimar. Fólkið. Hóast Sveis er so lítið og hevur ligið innibyrgt millum stórlond, hevur tað fyri tað mesta havt sjálvræði. Men tað hevur ikki kostað teimum lítið, mangan hava teir staðið í harðari orrastu, men oftast vóru teir við yvirlutan, og sveisarar vóru so gitnir fyri dirvi, at fremmandir kongar bóðu sær vaktarmenn úr Sveis. Fýra eru málini, sum verða tosað í landinum; í Suðursveis tosa tey italskt, í Vestursveis franskt, í norðara partinum týskt, og so eru tað einstøk pláss í landsynningshorninum, hvar tey tosa eitt gamalt mál, sum sipar til týskt. Sum við málinum, so við trúnni; summi eru katolikkar og summi trúbótarmenn. Skúlar eru nógvir í landinum, og tað bæði lægri og hægri. Sveisarar verða roknaðir fyri eitt kunnskapsríkt fólk, og hópur av fremmandum ungfólki kemur hagar at ganga í kostskúla. Landið verður roknað fyri eitt av teimum ríkastu í Evropa, og tað arbeiðandi fólkið hevur góð livikor. Mál. Fýra ymisk mál verða talað í Sveis, fjølmæltasta landið í Evropa. Almenn mál eru týskt, franskt og italskt. Fjórða málið er retoromanskt, sum verður talað í summum fjarløgdum bygdaløgum uppi í fjøllunum. Retoromanskt hevur nú eisini fingið støðu sum alment mál - 1 % av fólkinum talar retoromanskt. Mentan. "Høvuðsgrein: Sveisisk mentan" Landafrøði. "Høvuðsgrein: Sveisisk landafrøði" Í Sveis eru tveir fjallaryggir, Jurafjøll og Alpurnar. Ímillum fjøllini er ein breiður háslætti, sum eitur Sveisar Háslættin. Miðjan av Sveis er ein fløta, Sveisiski Háslættin, men hitt er alt fjallalendi. Sveisar Háslættin gongur frá Bodensvatni til Genevevatnið. Háslættin er ein langur og breiður dalur við stórum vøtnum og góðum kornlendi. Jørðildið er mest eyrmold, sum er komin við ísinum í ístíðini. Á háslættanum býr meginparturin av fólkinum, og har eru eisini teir størstu býirnir. Háslættin ber væl korn, og hann er eisini væl dyrkaður. Summastaðni hava teir avbera stórar súreplagarðar, og frálíka vakurt er at síggja, tá ið alt um várarnar stendur í blóma. Mesta fólkið býr á fløtuni, og har eru teir flestu býirnir. Fyri vestan eru Jurafjøllini fram við franska markinum. Tey eru heldur lág og fyri tað mesta skógvaksin. Alpurnar aftur ímóti standa við nógvum skínandi fannaklæddum tindum og daga ímóti himni. Fyri sunnan fløtuna ganga Alpurnar ígjøgnum alt landið úr vestri í eystur. Hægst uppi í Alpunum í bæði Sveis og Eysturríki eru nógvir jøklar. Frálíka vakurt er í Alpunum, og hagar koma fólk úr øllum ættum at halda feriu. Um veturin standa tey á skíðum í Alpunum, og um summarið ganga tey á teimum stórslignu og vøkru fjøllunum. Fjallarustirnar eru bæði hvassar og brattar, men millum teirra ganga nógvir breiðir og djúpir dalar. Í dølunum er veðurgott og góður bøur. Bygdirnar eru ofta heldur smáar. Vøtn eru nógv í dølunum. Í dølunum á suðursíðuni er veðurlagið frálíka lýtt, og har yður av litføgrum blómum um summarið. Men uppiyvir standa teir hvøssu tindarnir avtaktir við ísi, sum ongantíð tiðnar. Um veturin legst ofta nógvur kavi niður í fjøllunum. Tá kann tað henda, at tað kemur turrur, heitur vindur, sum teir kalla "føhnin". Termometrið rýkur upp, og tiðningur kemur í kavan. Áirnar standa á bredda um nakrar tímar, og tá hendir ofta, at skalvar leypa. Summir av hesum skalvunum kunna vera óføra stórir, og teir taka bæði garðar og hús við sær; einki stendur fyri teimum. Úr Sveis koma fleiri stórar áir; undir tí gitna Sankta Gothards fjallinum springa Rhone og Rín upp. Býir. Í Bern kemur samveldistingið saman, og verður hann tí oftast roknaður fyri at vera høvuðsstaður. Størsti býurin er Zürich, har eru stór klædnavirkir. Í Genève við Genèvevatnið eru nógvar ursmiðjur, í hesum býi plaga eisini ofta sendimenn úr ymsum londum at koma saman at tingast. Luzern og Lugano eru viðgitnir ferðamannabýir. Í Basel við Rín er stórt havnarlag. Samferðsla. Torført hevur verið at koma úr Sveis suður til Italia; skørðini eru fá, og vegirnir vánaligir; eisini kundi ofta henda, at knappligt kavarok kom á ferðafólkið. Nú er koyrandi bæði við toki og bili; vegirnir hava verið ógvuliga ringir at gera, og menn hava noyðstat spreingja bæði nógvar og langar tunlar. Tunnilin ígjøgnum Sankta Gothardsfjallið er 14 km. langur. Ein annar tunnil, Simplon tunnilin er 20 km. Í øllum Sveis eru 2500 tunlar. Vegasambandið í Sveis er av tí besta í Evropa; har eru nógvir og góðir vegir og tætt við jarnbreytir. Eisini kann komast til og frá landinum eftir Rínánni; har sigla skip í heilum. Annars ferðast nógv av ferðafólkinum í flogfari. Búskapur. "Høvuðsgrein: Sveisiskur búskapur" Uttanveltaða støðan og tryggu politisku viðurskiftini eru tvær av atvoldunum til, at Sveis er vorðið altjóða fíggjarmiðdepil. Mangar fyritøkur og mangir bankar hava høvuðsskrivstovu í vakra býnum, Genève, við Genèvevatn. Eisini hava mangir altjóða felagsskapir høvuðssæti her, tí landið er uttanveltað og politisku viðurskiftini trygg. Nevnast kunnu Reyði Krossur, Heims Heilsustovnurin (WHO) og høvuðsdeild ST í Evropa. Eisini mong stór fleirtjóðafeløg eru sveisisk. Hóast lítil rávøra er í landinum, er Sveis týdningarmikið ídnaðarland. Mong teirra, ið arbeiða í ídnaðinum, eru serútbúgvin at gera ídnaðarvørur, sum eru dýrar og viga lítið. Meginparturin av tí, gjørt verður, verður flutt út, tí at heimamarknaðurin er lítil. Landbúnaður. Emmentalaostarnir ella sveisarostarnir eru heimsgitnir fyri gøðsku. Fyrr í tíðini livdi at kalla alt fólkið í Sveis av landinum, men hetta er ikki so longur; nú livir stív helvtin av ídnaði. Sveisiska fløtan ber væl korn, men tað, sum velt verður har, munar ov lítið; landið má tí flyta hópin inn av mjøli. Summarið er heitt, og tí fáast summir bøndurnir við at dyrka vín, meðan aðrir hava fruktgarðar. Neytum og svínum hava teir nógv av. Í Jurafjøllunum er eisini nógv av rossum. Garðarnir eru ofta smáir; teir flestu munna vera millum 5 og 10 hektarar til støddar. Í Alpunum hevur neytahaldið mest at siga fyri bøndurnar. Um summarið verða neytini rikin langt niðan í fjøllini; har kunna vera góðir slættar, og grasið er bæði gott og nógv. Smáttur standa har uppi í haganum, og ta tíðina, neytini ganga har uppi, liggur fólk hjá teimum sum í Noregi. Um kvøldarnar verða tey rikin heim á støðilin, sum er rundan um smáttuna, og so hava tey náttból har. Mjólkin verður gjørd til ost, og sveisarostur er sera viðgitin fyri góðsku. Teir bøndurnir, sum búgva ovarlaga, hava ofta brattan bø, og ikki er óvant sum í Føroyum at bera hoyggið til garðs. Landbúnaðarumstøðurnar eru ikki av teimum bestu, men niðri í fruktagóðu dølunum verður nógv velt og dyrkað, og í lýggju líðunum, ið horva suðureftir, dyrka bøndurnir frukt og vínber. Vanligt er at hava mjólkarframleiðslu her um leiðir. Neyt, seyður og geitir verða tíðliga slept út á tað gróðrarmikla summarbeitið uppi í hálendinum og verða tikin oman aftur í dalarnar um heystið. Mjólkin verður kæsað til ymisk ostasløg, til dømis "emmentaler". Teir bøndur, sum búgva á háslættanum og niðast í dølunum, velta gras og korn, vín og frukt. Teir hava nógv neyt, sum ganga á tí góða beitinum niðast í dølunum. Mjólkina selja teir í býunum ella gera til ost. Fjallabøndurnir búgva uppi í teimum ovaru dølunum, sum eru oman fyri túsund metrar. Har uppi velta teir ikki korn, men røtur, epli og gras. Líðirnar eru vaksnar við skógi upp í 2.000 metra hædd. Ovari partur av skóginum er tunnur, og ímillum trøini eru víðar grasfløtur. Har niðan rekur fjallabóndin fenaðin um summarið. Til at sita hjá seyði, neytum og geitum hevur bóndin tríggjar mans, sum búgva har uppi fyri summarið. Teir mjólka og gera mjólkina til ost. Tá ið summarið er av, kemur fenaðurin oman aftur á básin at standa. Um veturin høggur bóndin trø í skóginum, sum hann hevur til smíð, brenni og at selja. Ídnaður. Menn hava í øldir á Sveisar Háslættanum íðkað handaverkið ursmíð. Kol og jarn er ikki í Sveis, men kortini eru nógv ídnaðarvirkir. Tað, teir gera, er mest vara, sum lítið tilfar fer til, men sum er putlut at gera. Til dømis eru nógvar ursmiðjur, og sveisisku urini eru viðgitin fyri góðsku og verða seld um alla verðina. Læknatólum og heilivági gera teir eisini nógv av, somuleiðis sjokoladu. Klædnaídnaðurin stendur frammarlaga. Sum vit síggja á kortinum, er Sveis mitt inni á meginlandinum, og vit kundu tí hildið, at landið eigur eingi skip, uttan tey sum sigla á Rín og vøtnunum í sjálvum landinum, men so er ikki, yvir 50 sveisisk farmaskip sigla á stórhøvunum. Verksmiðjurnar og tokini við ganga við elmegi. Fossarnir eru bæði stríðir og nógvir, og el-verkini eru so mong, at ikki bert landið sjálvt er hjálpið, men tað kann selja nógvan streym til onnur lond. Stívur helmingurin av fólkinum í Sveis livir av ídnaði, hóast hvørki finst jarn, kol ella annar málmur í jørðini. Tann nógvi elstreymurin, sum teir framleiða við vatnmegini, fær teimum tey túsundtals ídnaðartólini at ganga. Teir gera til dømis skógvar, medisin, sjokulátu og klædnavørur. Teir eru heimsgitnir fyri at gera góðar ostar, góð silkipløgg og góð ur. Um ár 1800 vóru í Genève fleiri hundrað ursmiðir, sum árliga gjørdu 14 000 gullur og 45 000 silvurur. Í fjallabygdunum høvdu menn ursmíð til vetrararbeiði, og har runnu upp sannar ursmíðbygdir, har ursmíð var hvørsmans yrki. Sveisaraurini vórðu seld um allan heimin. Men um ár 1850 fóru menn í USA at gera ur við maskinu. Tey maskingjørdu urini vóru nógv bíligari enn tey hondgjørdu. Men sveisararnir góvust ikki, tí um 1870 gjørdu teir í Genève tað fyrsta urvirkið. Síðani eru bygd ein mongd av urvirkjum bæði á bygd og bý í Sveis, og tað gamla urhandaverkið er skift um til urídnað. Tey mongu smáu urvirkini úti á bygdunum gera hvør sín serlutin til urini. Serlutirnir verða sendir til savningarvirkini. Har sita virkisursmiðirnir í longum røðum og seta saman, hvør setir sín lutin í, til urið er liðugt. Og so út á marknaðin. Hóast urvirkir eru í hópatali í mongum londum, til dømis Bretlandi, Japan, USA og Týsklandi, so eru tað tó tey sveisisku urini, sum hava allar fyrimunur á heimsmarknaðinum og verða mest keypt. Árliga koma í millióntali av maskingjørdum urum út á marknaðin, men tó hevur eitt handilsfelag í Sveis hondgjørd ur at selja, men tey kosta 10 ferðir so nógv sum tey virkisgjørdu. Handil. Sveis, sum hevur stóran uttanlandshandil, liggur langt frá havinum. Tað kemur teimum tí væl við, at teir hava so nógvar og góðar vegir og jarnbreytir, sum teir kunnu flyta vørurnar á út í onnur lond. Teir hava eisini ein stóran havnarbý við ánna Rín, sum eitur Basel. Basel stendur úti móti markinum til bæði Týskland og Frakland. Í havnini í Basel liggja áarbátar og taka inn tær vørur, sum skulu seljast út av landinum, og føra tær til Rotterdam ella Antverpen. Har verða vørurnar skipaðar inn í stór skip, sum sigla tær út á heimsmarknaðin. Áarbátarnir skipa so inn aftur olju, kol og ráevni, sum teir sigla til Basel og leggja upp har. Sveisararnir eiga sjálvir ein farmaskipaflota, sum telur eini 50 skip, men tey flóta ikki inn í havnina í Basel, og leggja tí ongantíð at í Sveis. Ferðavinna. Annars er tað at siga, at nógv av fólkinum, sum býr í Alpunum, fæst við at vísa tí nógva ferðafólki, sum kemur hagar, veg í fjøllunum ella arbeiðir á teimum stóru og nógvu gistingarhúsunum, hvar tey halda til. Summi koma til at standa á skíð, summi til at royna at ganga upp á teir høgu tindarnar, og summi bert fyri at síggja tað vakra landslagið. Erlendur. Magnuskatedralurin (vanliga kendur sum Kirkjubømúrurin) Erlendur ella Erland (d. 13. juni 1308) var biskupur í Kirkjubø frá 1268 til 1308. Erlendur bleiv 25. januar 1269, í Nidarós-dómkirkjuni, settur í starv sum biskupur í Føroyum. Hann setti bú í Kirkjubø á Kongsgarðinum. Hin 25. Juli 1280 fór Erlendur biskupur til Bergen til krúningina av Erik Præstehader. 24. juni 1298 skrivar Erland biskupur Seyðabrævið, sum er elsta varðveitta skriv í Føroyum. Erland biskupur fór í uml. ár 1300 undir at byggja Magnus-Katedralin, eisini nevndur Kirkjubømúrurin. Fyri at byggja katedralin var Erland noyddur til at seta skattin upp hjá føroyingum og kravdi, at fólk skuldu arbeiða við at byggja katedralin eisini. Hetta elvdi til uppreistur, og var orsøk til at húsið hjá biskup Erlandi varð brent. Hetta var eisini orsøk til bardagin í Mannafalsdali. Føroyingar kravdu her eftir, at Erlendur biskupur bleiv settur frá av kongi Hákun 5. Magnusson og sendur aftur til Bergen. Erlendur Biskupur doyði í Bergen 1308. Nólsoyar Páll. Nólsoyar Páll á 50 kr seðli. Minnisvarði til minnis um at Nólsoyar Páll og aðrir bygdu Royndina Fríðu. Nólsoyar Páll (upprunaliga Poul Poulsen Nolsøe) (doyptur 11. oktober 1766 í Nólsoy - 1809) er ein tjóðarhetja í Føroyum. Páll var sjómaður, rithøvundur, bóndi og bátasmiður. Í 1804 bygdi hann Royndina Fríðu á Fløtuni Fríðu í Vági. Veturin 1808-1809 gekk hann burtur við skipinum á veg heim til Føroyar. Nólsoyar Páll var borin í heim í Nólsoy í árinum 1766. Hann var ein næmur drongur, ið fegin vildi læra, men skúlaamboð vóru eingi, og tí sat hann og lærdi seg at skriva við einum pípuleggi, og øskan á grúgvuni var fyrsta skrivibók hansara. Seinni keyptu pápin honum talvu og griffil, verður sagt. Úti í Nólsoy var nógv at síggja og hoyra hjá einum røskum smádreingi. Hinumegin fjørðin sá hann Havnina, og úti í fjørðinum komu handilsskipini fyri fullum seglum inn úr havinum. Stundum komu stór orlogsfør við øgiligum kanónum og flagginum uppi stevnandi uttan av havi. Og har hevur óivað hin lítli Páll droymt sínar fyrstu dreymar um at koma langt út í stóru verð. Men so mikið visti hann, at skuldi hann fara burtur og gerast ein rættur maður, so mátti lærdómur til. Tað næsta, vit tí frætta um Páll, er, at hann er farin at ganga í skúla. Í Nólsoy var eingin skúli. Hann var tí farin til Havnar, og tað var hjá sjálvum fútanum, at hann hevði byrjað sína skúlagongd. Tað var eitt aftrat, sum Páll visti, at skuldi hann nakrantíð hava vón um at gerast ymirmaður á skipi, so noyddist hann at læra seg siglingarfrøði. Eitt sindur av hesum lærdi hann hjá manninum, ið førdi handilsbøkurnar í Tinganesi. Seinni kom hann sær til Keypmannahavnar og lærdi seg tað, sum í restaði. So slapp hann sær út í stóru verð. Eingin visti reðiliga, hvar hann fór. Tá eini 12 ár eru liðin, er hann aftur heima í Føroyum, hann kom rætt sum undan kavi. Hann giftist sama árið úti í Nólsoy. Og longu árið eftir fær hann skip at føra. Tað er skip, sum kongligi handilin eigur, og sum siglir millum Danmark og Føroyar. Konan doyði skjótt. Hann giftist á øðrum sinni, og nú fær hann bóndagarð á Oyri á Borðoynni, seinni á Myrkjanoyri. Og so væl royndist hann sum bóndi, at hann fekk heiðursløn í silvuri fyri framúr góðan bóndaskap. Men havið dró. Hann kundi ikki geva seg til tols uppi á landi. Á sølutingi í Suðuroy keypti Nólsoyar Páll, saman við Peri bónda í Gørðum og Jákupi bónda í Toftum, burtur av rovum av skipum, ið vóru farin á land, og flutti hetta úr Hvalba til Vágs. Á Fløtuni Fríðu bygdu teir av hesum tilfari eitt skip, ið teir nevndu Royndina Fríðu. Tað var í 1804. Hetta var fyrsta skip, føroyingar høvdu átt í øldir. Við skipi sínum ger Nólsoyar Páll, sum hann nú helst verður nevndur, handilsferðir til Keypmannahavnar og Bjørgvins. Teir, sum høvdu handilin í hondum, vóru ikki fegnir um handilsferðir hansara, og teir royndu at forða honum, alt teir kundu. Teir reistu m.a. sakarmál ímóti honum, men støða teirra var ikki mætari enn so, at hann eisini kundi stevna teimum fyri lógarbrot. Tað kom soleiðis einki burtur úr sakarmálinum. Men hann stuttleikaði sær so um teir høgu harrarnar, at hann yrkti ein tátt ella eitt kvæði um teir, Fuglakvæði tey nevna. Tað var ikki lukkuligt at nevna teir høgu harrarnar við navni, men hann var so beinrakin í sínum fuglanøvnum, at eingin var í iva um, hvar og hvør, og fólk stuttleikaðu sær óført og gera tað enn. Sjálvur var hann fuglin í fjøruni við sínum nevi reyða, hann var tjaldrið, ið vardi smáfuglarnar móti rovfuglunum. Hesi árini vóru ófriðarár. Kríggj var og bardagi á landi og sjógvi. Tá ið Nólsoyar Páll í árinum 1807 var komin til Danmarkar eftir kornfarmi, kom hin bretski herskipaflotin har og fór avstað við øllum teimum donsku orlogsskipunum. Nólsoyar Páll heitti á bretska yvirmannin um loyvi at sigla til Føroya við farminum, og tað varð játtað honum. Hann kom í øllum góðum heim og legði farmin upp á land í Suðuroynni. Tað var skjótt, at korntrot gjørdust aftur, og summarið eftir fór Nólsoyar Páll avstað aftur til Keypmannahavnar eftir korni. Á heimleiðini varð Royndin Fríða tikin av bretskum herskipi og førd til Svøríki, har hon fór á land og gjørdist vrak. Nólsoyar Páll slapp sær so yvir til Stóra Bretlands og klagaði um ta ringu viðferð, hann hevði fingið. Har fekk hann farm og skip av nýggjum og legði í havið. Men henda ferðin kom at vera hansara seinasta. Skipið kom ikki fram, og einki spurdist, hvat ið orsøkin var til tess. Fólk gittu, men einki kundu sigast við vissu. Korntunnur av skipi hansara komu rekandi til Hetlands. Tað var alt, ið spurdist frá teimum. Nólsoyar Páll og menn hansara vóru allir farnir í ta vátu grøv. Men føroyingar kundu ikki bara gloyma stórmennið Nólsoyar Páll. Og á Fløtuni Fríðu suðuri í Vági er reistur minnisvarði um tað bragd, hann saman við øðrum útinti. Ávísing úteftir. Nólsoyar Páll Fuglakvæðið yngra. Fuglakvæðið yngra eftir Nólsoyar Páll Havnar Kirkja. Havnar kirkja ella dómkirkjan er næstelsta kirkjan í Føroyum. Hon varð bygd í 1788 á Bryggjubakka í Havn og varð vígd 3. sunnudag í advent sama árið. Ein størri umbygging og víðkan varð gjørd í 1865, og fekk hon tá størri vindeygu, skifertak og tað høga sermerkta klokkutornið. Kirkjan varð vígd av nýggjum í 1865. í 1990 vórðu Føroyar skildar burtur úr Keypmannahavnar biskupsdømi og gjørdar til egið stift, og Havnar kirkja gjørdist dómkirkja. Uni Næs hevur verið dómpróstur síðan 2010 og Jógvan Fríðriksson Føroya biskupur síðan 2007. Søga. Forsøga kirkjunnar er heldur fløkt. Eftir øllum at døma var eingin kirkja i Havn í miðøldini, í mesta lagi eitt 'bønhús'. Hildið hevur verið, at havnarfólk hildu gudstænastur sínar í Munkastovuni úti á Reyni. 22. juni 1609 gevur Chr. Kongur IV lensmanninum á Bergenshus boð um at senda tilfar til kirkjubygging. Kirkjan verður bygd úti á Reyni og stendur longu liðug við árslok 1609. Um hetta mundið búðu umleið 100 fólk í Havn. Rasmus Jørgen Winther verður prestur í Havn í 1780, og í 1782 tekur hann stig til at byggja nýggja kirkju. Av roknskaparbókunum framgongur tíverri ikki, hvørjir ið gjørdu arbeiðið, men fyristøðumaður hevur uttan iva verið tann tiltikni "Johannes Poulsen", timburmaður, sum búði í Havn. Kirkjan varð ikki liðug fyrr enn í 1788. Kirkjan úti á Reyni varð síðan tikin niður og í 1789 seld á uppboði. Sumt av innbúgvinum varð flutt í nýggju kirkjuna, og sumt varð selt til aðrar kirkjur í Føroyum. Tá tann nýggja kirkjan varð bygd í 1788, var Havnarbýur ikki størri enn so, at kirkjan tá varð bygd 'nordenfor Byen' - har hon enn stendur aftaná umfatandi umbygging. Tíverri eru ongar frágreiðingar um hesa kirkju, men nakrar fáar tekningar siga okkum, at hon varð smíðað nakað sum gomlu bygdakirkjur okkara, bara nógv størri, bert 3 1/2 alin styttri enn tann, sum nú stendur. Í 1788 búðu umleið 600 fólk í Tórshavnar sókn og í 1865 umleið 900. Í 1865 varð kirkjan heilt umbygd. Fyristøðumaður var íslendingurin Guðmundur Sigurðsson, Tórshavn, vanliga nevndur Sivertsen. Ein tilbygningur varð gjørdur á eystursíðuni, 3 1/2 alin til longdar og 12 alin breiður. Hetta er innvikið í kórinum, har ið altarið nú stendur. Í 1935 varð aftur bygt 4,05 x 6,99 m stórt rúm uppí eystureftir, tí at kirkjan tá fekk hitaverk, kolovn, og farnristir vórðu settar í eysturveggin hvørjumegin altartalvuna. Kirkjan varð aftur longd í 1968, tá kontór og onnur rúm vórðu bygd uppí kórið. Í skipinum eru 44 beinkir og uppi á pulpiturinum eru 14. Altartalvan. Mett verður, at málningurin er málaður eftir koparprenti av málningi, ið Peter Candid, sum var hovmálari hjá Wilhelm V í München, málaði til fransiskanarakleystrið har í 1616. Ramman er frá sama tíðarskeiði, ein renessansuramma, útskorin og málað. Í 1961 var altartalvan umvæld av Ernst og Holmer Trier, Vallekilde í samarbeiði við Fraser Eysturoy. Norska løvu klokkan. Klokkan sigst vera komin í kirkjuna í 1708 og er komin av skipinum "Norsku Løvu", sum fórst í Lambavík nýggjársaftan 1707. Klokkan er prýdd við palmettum, og á einum stað er henda innskriftin: 'Danscke Ostindische Compagnies Scheb Nordische Lowe 1704'. Hæddin er 30 cm, tvørmát á slagringi uttan er 41,5 cm. Klokkuspælið. Í 1952 var klokkuspælið enn í gerð á "De Smithske Jernstøberier" í Ålborg, Danmark. Klokkuspælið hevði 9 klokkur og ætlanin var, at tað skuldi spæla "Tíðin rennur" eftir J. Waagstein. Nú á døgum byrjar klokkan at sláa kl. 8 á morgni og slær dagsins seinasta slag kl. 23. Kl. 9, 12, 15, 18 og 20 spælir klokkan umframt tímasløgini eitt lag - kl. 12 er lagið nettupp "Tíðin rennur". 21. apríl. 21. apríl er dagur 111 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 112 um skotár er). 254 dagar eru eftir av árinum. 20. apríl. 20. apríl er dagur 110 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 111 um skotár er). 255 dagar eru eftir av árinum. 19. apríl. 19. apríl er dagur 109 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 110 um skotár er). 256 dagar eru eftir av árinum. 18. apríl. 18. apríl er dagur 108 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 109 um skotár er). 257 dagar eru eftir av árinum. 1985. 1985 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum týsdegi. 1984. 1984 (MCMLXXXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 20. øld. 20. øld var frá 1901 til 2000 í tí gregorianska kalendaranum. Týdningarmikil fólk. * 1983. 1983 (MCMLXXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1982. 1982 (MCMLXXXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1981. 1981 (MCMLXXXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1980. 1980 (MCMLXXX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1979. 1979 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1969. 1969 (MCMLXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1978. 1978 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1977. 1977 (MCMLXXVII) var eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi eftir tí gregorianska kalendaranum. Árið 1977inda árið eftir krist, 977inda árið í øðrum ártúsundi, 77inda árið í 20. øld og áttanda árið í 1970-árunum. 1976. 1976 (MCMLXXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1974. 1974 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1975. 1975 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. Bókmentir. "Death and the King's Horseman" hjá Wole Soyinká. 1973. 1973 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1972. 1972 (MCMLXXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum leygardegi. Bókmentir. "Simultan" hjá Ingeborg Bachman; best kend í hesum savni man søgan "Drei Wege zum See" vera. 1963. 1963 (MCMLXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1964. 1964 (MCMLXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mikudegi. Bókmentir. "In his own write" hjá John Lennon. Útgávur hetta árið. "A Hard Day's Night" (The Beatles). "Beatles For Sale" (The Beatles). Filmar. "A Hard Day's Night" hjá The Beatles. 1965. 1965 (MCMLXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. Bókmentir. "In his own write" hjá John Lennon. Útgávur hetta árið. "Highway 61 Revisited (Bob Dylan)" "Help!" (The Beatles). "Rubber Soul" (The Beatles). 1966. 1966 (MCMLXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi. Fótbóltur. 11. - 30. juli - Heimsmeistarkappingin í fótbólti verður hildin íEnglandi. England verður heimsmeistari, Vesturtýskland silvurvinnari, og Portugal bronsuvinnarir. Mars. Mars er 3. mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og ein av 7 mánaðum, sum hava 31 dagar. Kjartan Mohr. Kjartan Mohr (8. desember 1899 í Tórshavn - 17. mai 1979) var skipasmiður, limur í Tórshavnar býráði og løgtinginum. 1962. 1962 (MCMLXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1. juli. 1. juli er dagur 182 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 183 um skotár er). 183 dagar eru eftir av árinum. 2. juli. 2. juli er dagur 183 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 184 um skotár er). 182 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini Syftunsøka. Hildin til minnis um enska biskupin í Winchester Swinthun, sum doyði ár 862. 15. juli ár 971 varð hann skírdur halgimenni. Dómkirkjan í Stavanger í Norra er vígd honum. Minningardagur hansara er í Stórabretlandi 15. juli, men í Føroyum og Norra er hann tann 2. juli, sum var deyðadagur hansara. Tað er tí helst úr Norra, at syftunsøkudagur er komin higar. 2. juli er eisini ein gomul Mariumessa, vitjunardagur Mariu, til minnis um at Maria Moy vitjaði skyldkonu sína Elisabeth, móðir Doyparans. 3. juli. 3. juli er dagur 184 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 185 um skotár er). 181 dagar eru eftir av árinum. Juni. Juni er 6. mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og ein av 4 mánaðum, sum hava 30 dagar. Vika. Ein vika er ein tíðareind, sum er longri enn ein dagur og stytri enn ein mánaður. Føroya Realkreditstovnur. Føroya Realkreditstovnur ella Realurin (upprunaliga "Færøernes Realkreditinstitut") er føroyskur fíggjarstovnur, sum hevur sum endamál at veita lán við veð í fiskiførum, farmaskipum, flótandi eindum og førum í frálandsvinnu og fiskaaling við heimstaði í Føroyum.. Realurin hevði í 2011 ein eginpening á 718 mió. kr., útlán á 723 mió. kr., eina fíggjarstøðu á 1.013 mió. kr, og hevði hann 3 starvsfólk í starvi. Realurin var stovnaður av danska statinum við fígging frá Marshallhjálpini í 1955. Realurin varð yvirtikin av føroysku myndugleikum í 1998, og hevur síðani virkað undir føroyskari løgtingslóggávu. Søgan. Longu í 1909 varð mál um at stovna kredittfelag tikið upp á Løgtingi, men væntandi lóggávu (tinglýsing og matrikulering) gjørdi, at tilgongdin steðgaði, hóast hjálp frá donskum myndugleikum. Í 1945 var málið tikið uppaftur, og í samband við samráðingarnar um heimastýrisskipanina var í uppskotinum til heimastýrislóg tilsøgn givin frá donsku stjórnini um at hjálpa at seta á stovn eitt kredittfelag ("Kredittforening"). Sambært heimastýrislógini, ið varð samtykt í 1948, varð "kredittfeløg" føroyskt sermálsøki, og hóast nakrar royndir vóru gjørdar, steðgaði tilgongdin at stovna realkreditfelag í Føroyum aftur hesuferð. Sum part av Marshall-hjálpini samtykti Fólkatingið lóg nr. 209 frá 7. juni 1952 "om anvendelse af modydelsen af Det i henhold til det Europæiske genopbygningsprogram modtagne gaveydelser", ið m.a. heimilaði donsku stjórnini at lata 10 mió. kr. av Marshallhjálpini til føroysk endamál. Av hesum skuldi 2 mió. kr. latast sum grundfæ til eitt realkredittfelag í Føroyum, meðan restin skuldi lánast til føroyskt vinnulív, og skuldu rentur og avdráttir síðani fara til grundfæið í realkredittfelagnum. Fyri at uppfylla lógina var 21. august 1953 sett nevnd "med den opgave at overveje spørgsmålet i forbindelse med oprettelsen af et realkreditinstitut for Færøerne og fremsætte forslag til lov om oprettelse af et sådant institut". Í nevndina vóru valdir 16 limir, og gjørdist Viggo Kampmann formaður. Av teimum 16 fingu føroyingar 2 limir, Hákun Djurhuus, landsstýrismann, og Jóhann Djurhuus, skrivstovustjóra í landsstýrinum. Arbeiðssetningurin hjá nevndini segði onki um, hvat skuldi lánast út til, men valdi nevndin at avmarka seg til at ummæla realkredit til sethúsa- og skipafígging, umframt lán til kommunur og Løgtingið. Í álitinum frá nevndini, "Betænkning angående oprettelse af et realkreditinstitut på Færøerne afgivet af det af statsministeriet den 21. august 1953 nedsatte udvalg", ið var útgivið í 1954, varð niðurstøðan, at realkredittstovnurin, ið skuldi hava heitið "Færøernes Realkreditinstitut" skuldi avmarka seg til lán við veð í fiskiskipum, men at tað seinni kundi verða ynskiligt við lóg at víðka virksemi til onnur endamál seinni. Við støði í álitinum samtykti Fólkatingið 12. mars 1955 "Lov om Færøernes Realkreditinstitut". Grundarfæið á 2. mió. kr. plus rentur og avdráttir av hinum 8 mió. kr. munaði ov lítið, og tí fekk stovnurin ymsa aðra fígging, bæði við og uttan veðhald frá donskum myndugleikum. Seinasta veðhaldið frá danska statinum til Realin var 300 mió. kr. gekk út 31. mars 1994. Tann 10. juni 1998 varð avtala gjørd millum landsstýrið og donsku stjórnina fyri at enda tað sonevndu Bankakreppuna millum londini. Í avtaluna var m.a. semja gjørd um, at føroyskir skuldu yvirtaka rættin, ið danski staturin hevði yvir fyri Realinum. Tí var fólkatingslógin um Realin avtikin, og nýggj løgtingslóg, Løgtingslóg nr. 75 frá 5. november 1998 um Føroya Realkreditstovn, varð samtykt av løgtinginum. Realurin hevur tí ikki longur nakað tilknýti til danska statin. Skipan av Realinum. Realurin er stýrdur av eini stjórn, hvørs tríggir limir verða tilnevndir av landsstýrinum fyri eitt 5 ára tíðarskeið hvørja ferð. Stjórnin kann seta undirstjóra og metingarmenn. Eisini hevur Realurin eitt umboðsráð við 8 limum, ið verða tilnevndir fyri 4 ár í senn. í umboðsráðnum sita 2 umboð fyri landsstýri, 2 fyri skuldararnar hjá Realinum, 2 fyri Føroya Reiðarafelag, meðan Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Maskinmeistarafelag saman velja 2 limir í umboðsráðið. Í løtunu (2012) eru limirnir í stjórnini Óli E. Heinesen, Virgar Dahl og Ulla Svarrer Wang. Undirstjóri er Leivur D. Michelsen. Nevnast kann, at Atli Dam, fleirfaldur løgmaður Føroya, var varastjóri í Realinum frá 1981 - 1985 og frá januar 1989. September. September er 9. mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og ein av 4 mánaðum, sum hava 30 dagar. Heitið á mánaðinum kemur av latínska orðinum "septem", ið merkir "sjey". September var nevniliga sjeyndi mánaðin í gamla rómverska kalendaranum, har árið byrjaði 1. mars. November. November er 11. mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og ein av 4 mánaðum, sum hava 30 dagar. Heitið á mánaðinum kemur av latínska orðinum "novem", ið merkir "níggju". November var nevniliga níggjundi mánaðin í gamla rómverska kalendaranum, har árið byrjaði 1. mars. August. August er 8. mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og ein av 7 mánaðum, sum hava 31 dagar. Til heiðurs fyri Augustus keisara í Rom varð ein mánaður uppkallaður eftir honum, eins og juli er uppkallaður eftir Julius Cæsar, (d. ár 44 f.Kr). Fyri at mánaðurin hjá Augustusi ikki skuldi vera styttri enn tann hjá Juliusi, varð ein dagur fluttur frá februar til august, so bæði juli og august gjørdust eins langir. Oktober. Oktober er 10. mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og ein av 7 mánaðum, sum hava 31 dagar. Heitið á mánaðinum kemur av latínska orðinum "octō", ið merkir "átta". Oktober var nevniliga áttandi mánaðin í gamla rómverska kalendaranum, har árið byrjaði 1. mars. Desember. Desember er 12. mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og ein av 7 mánaðum, sum hava 31 dagar. Heitið á mánaðinum kemur av latínska orðinum "decem", ið merkir "tíggju". Desember var nevniliga tíggjundi mánaðin í gamla rómverska kalendaranum, har árið byrjaði 1. mars. Januar. Januar er 1. mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og ein av 7 mánaðum, sum hava 31 dagar. Februar. Februar er 2. mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og er einasti mánaði, sum hevur 28 dagar (29 tá leypár er). 1888. 1888 (MDCCCLXXXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum sunnudegi. Hendingar. - At kristniundirvísingin skuldi vera á før. - At føroyskt skuldi verða fak í skúlanum. - At undirvísast skuldi í føroyskari søgu. - At loyvt skuldi verða at prædika á før. - At stovnseta føroyskan háskúla. At fremja hesi endamál varð Føroyingafelag stovnað ein mánað seinni. Gregorianski kalendarin. Gregorianski kalendarin verður brúktur í Vesturheiminum. Hann er ein tillaging av julianska kalendaranum. Aloysius Lilius skeyt upp at brúka kalendaran, og Gregorius XIII pávi, sum kalendarin fekk navn eftir, setti hann í gildi 24. februar 1582. Summir mæltu til at rætta kalendaran við at loypa leypárini um 10 ferðir. Soleiðis hevði kalendarin verið fluttur 10 dagar fram. Gregorius XIII pávi vildi kortini hava hetta gjørt í einum við at stytta oktober 10 dagar, og soleiðis kom dagurin eftir hósdag 4. oktober 1582 at eita fríggjadagur 15. oktober 1582. Ymiskt var, hvussu lond tóku ímóti gregorianska kalendaranum, men so við og við tóku øll katólsk og síðan protestantisk lond við kalendaranum. Gregorianski kalendarin varð gjørdur, tí at julianski kalendarin var eitt sindur skeivur. Miðalsólárið er ikki eitt heilt dagatal – tað er 365,2422 dagar ella umleið 365 dagar – so neyðugt er við árum við ymiskari longd, og tí vórðu leypár (eisini nevnd skotár) sett inn í julianska kalendaran. Julianski kalendarin hevði fast leypár 4. hvørt ár, t.v.s. 100 leypár fyri hvørji 400 ár. Við rættingum í gregorianska kalendaranum verða 97 leypár fyri hvørji 400 ár. Í gregorianska kalendaranum er árið í miðal 365 dagar ella 365,2425 dagar; hetta er so mikið neyvt, at tað ganga 3571 ár, áðrenn kalendarin er eitt samdøgur skeivur. Í Danmark var ikki farið yvir til gregorianska kalendaran fyrr enn ár 1700. Danski astronomurin Ole Rømer arbeiddi við málinum, og tá Fríðrikur IV kongur tók við eftir Christian V í 1699, fekk Ole Rømer sannført hann um broytingina. Kongur gjørdi av, at dagurin eftir sunnudag 18. februar 1700 skuldi eita mánadagur 1. mars 1700. Men í Føroyum hendi hetta skiftið ikki fyrr enn í november 1700, tá dagurin aftan á leygardag 16. november varð sunnudagur 28. november. Katólska kirkjan vildi hava kalendaran endurskoðaðan fyri at páskirnar kundu verða hildnar á teirri tíðini, ið katolikkar hildu verða komið ásamt um á fyrsta ráðnum í Nicæa í 325. Sjálvt um ein kirkjulóg frá ráðnum sigur, at allar kirkjur skulu halda páskir í senn, gjørdu tær ikki tað. 15. september. 15. september er dagur 258 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 259 um skotár er). 107 dagar eru eftir av árinum. 16. september. 16. september er dagur 259 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 260 um skotár er). 106 dagar eru eftir av árinum. Dagurin eitur Eufemia. Kvinnuligur pínsluváttur, sum varð tikin av døgum undir Diocletianus keisara. Grikst navn sum merkir "gott umdømi". 4. juli. 4. juli er dagur 185 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 186 um skotár er). 180 dagar eru eftir av árinum. 5. juli. 5. juli er dagur 186 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 187 um skotár er). 179 dagar eru eftir av árinum. 6. juli. 6. juli er dagur 187 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 188 um skotár er). 178 dagar eru eftir av árinum. Evropa. Heimskort. Evropa er merkt við grønum. Evropa verður vanliga roknað sum ein av teimum sjey heimspørtunum á jørðini; men í hesum føri er meir ein spurningur um menniskjaligar/politiskar heldur enn jarðfrøðisligar orsøkir til tess, tí semja er ikki til fulnar um, hvar markið gongur hjá Evropa, sum í meginlandahøpi meir er at rokna sum ein stór hálvoyggj vestantil í Evrasia. Evropa er næstminsta meginlandið í heiminum, tað fyllir umleið 10 390 000 ferkilometrar ella 2 % av flatu jarðar. Einasta meginlandið, sum er minni, er Oseania. Tá talan er um fólkatal, er Evropa triðstørst (Í Ásia og Afrika búgva fleiri fólk). Í Evropa búgva fleiri enn 712 000 000 fólk (t.e. umleið 11 % av fólkunum í heiminum. Norðan fyri Europa er Arktiska Havið, vestanfyri Atlantshavið og sunnanfyri er Miðjarðarhavið og sambært siðbundnari jarðfrøðisligari definitión Kaukasusfjøllini. Eystureftir er tó heldur verri at seta markið, men søguliga verða Uralfjøllini og Kaspiska havið roknað sum markið millum Ásia og Evropa. Búskaparliga kunnu vit enn býta Evropa í tvey. Vesturevropa við nógvum ógvuliga ríkum londum, t.d. Týsklandi, Sveis og Fraklandi. Í Eysturevropa harafturímóti, ið var kommunistiskt til fyrst í 1990-árunum, eru londini nógv fátækari, t.d. Pólland, Ungarn og Rumenia. Tey stríðast við at menna búskapin, so at tey kunnu gerast kappingarfør á heimsmarknaðinum. Vælferðin og lutfalsliga støðugu politisku viðurskiftini í Evropa hava drigið mangar tilflytarar til heimspartin, flestu teirra úr gomlu hjálondunum. Hetta hevur havt við sær, at í mestsum øllum londum, helst í Vesturevropa, búgva nú stórir tjóðarminnilutar. Í Fraklandi t.d. hava norðurafrikanarar úr Algeria og øðrum gomlum hjálondum búsett seg í stórbýum, t.d. Marseilles og París. Í 1957 gingu fimm lond saman og stovnaðu Europeiska Búskaparliga Felagsmarknaðin (EEC). Tey hildu, at neyvt búskparligt samstarv fór at avmarkað vandan fyri kríggi ímillum limalondini og at skapa vælferð í Evropa. Seinni komu fleiri onnur lond uppí, og nú eitur felagsskapurin Evropasamveldið (ES). 15 lond eru limir, og umframt búskaparliga samstarvið verður nú virkað fyri at gera ES til politiskt samveldi. Evropa er sundurbýttur heimspartur, og yvir 40 sjálvstøðug ríki eru í Evropa; men í fleiri londum eru loysingarrørslur, sum stríðast fyri at vinna sær størri sjálvræði ella fult frælsi frá tí landi, tær eru partur í. Eitt dømi um hetta eru baskar í Baskalandi í Útnyrðingsspania. Seinastu árini hava vit sæð, hvørja megi tjóðskaparkensla hevur; tí bæði í gamla Sovjetsamveldinum og Jugoslavia hava fólk vunnið sær frælsi og stovnað óheft ríki. Onkustaðni spældi hetta friðarliga av, onkustaðni endaði tað við stórkríggi. Landafrøði. Evropa skifta vit sundur í Norðurevropa (Norðurlond við Skandinavia), Vesturevropa, Miðevropa, Suðurevropa og Eysturevropa. Í høvuðsheitum kunnu vit siga, at høg faldfjøll - Pyrineafjøll og Alpurnar - skilja kaldara Norðurevropa frá heita Suðurevropa. Frá strondunum norðan Norðurpólkring og nakað suður eru træleysar frostmýrar, til nálaskógarbeltið tekur við. Tað er vestan úr Noregi og eystur ígjøgnum alt Russland. Sunnanfyri er fruktagóði norðurevropeiski lágslættin, sum er besta kornlendið í heimspartinum, har veksur eisini leyvskógur. Longri suðuri er miðjarðarhavsøkið; har er veðurlagið heitt, og sumstaðni er lendið oyðimarkarkent. Gosfjøll eru bara í Íslandi og Suðuritalia, har Etna og Stromboli enn eru virkin. Uralfjøll og Kavkasus eru mark ímóti Asia. Alpurnar taka seg upp í landsynningspartinum í Fraklandi, fara ígjøgnum Sveis og Norðuritalia og langt inn í Eysturríki. Seinastu 2 milliónir árini hevur ísurin broytt landslagið og gjørt pýramiduskapaðar tindar, hvassar fjallakambar og røðir, fagrar fossar og djúpar lægdir, sum nú eru vøkur vøtn. Nógvar plantur, m. a. fransagras, hava lagað seg til gróðrarumstøðurnar so høgt uppi. Tey 15 vøtnini í tjóðargarðinum Lake District í útnyrðingsonglandi eru í U-skapaðum dølum, ið greina seg úr nøkrum lágum fjøllum sum snældur úr hjólshjarta. Fyri øldum síðan runnu áir í dølunum, men í seinastu ístíð gróvu skriðjøklarnir seg djúpt niður í dalarnar; men tá ið ísurin tiðnaði, byrgdi grótið, ið jøklarnir høvdu skumpað íyri sær, dalarnar, so at teir fyltust við vatni. Av tí at stóru dalarnir gjørdist so djúpir, „hingu" síðudalarnir nú langt oman fyri høvuðsdalin og nógvastaðni runnu nú høgir fossar út av vøtnunum. Ígjøgnum norðara part í Evropa gongur stórt nálaskógarbelti. Nálatrø, t.d. grann, standa grøn alt árið og tola bæði kava og nógvan kulda. Nálaskógurin veitir eisini mongum dýrum lívd og føði hørðu vetrarmánaðirnar. Donau, ið vellir fram í Týsklandi og er longsta á í Vesturevropa, rennur í ein landsynning eystur ígjøgnum Evropa og út í Svartahav. Hon er týdningarmikil flutningsvegur í teimum níggju londunum, hon rennur ígjøgnum. Donauoyrarnar, har áin skilur seg í nógvar smáar áir og vatnræsi, eru stórt vátlendi við nógvum dýralívi. Fleiri enn 300 fuglasløg eru sædd her og eisini dýr sum villsvín, hjørtur og villkøttur. Í londunum við Miðjarðarhav er serligt veðurlag. Um summarið er heitt og turt; og um veturin er lýtt, og tað regnar illa. Hetta veðurlagið hevur við sær, at t.d. aldinfruktir, vínber og oljutrø vaksa væl. Mong trø, t.d. tundureikin, hava tjúkkan børk, sum verjir tey fyri nógva hitanum um summarið. Norðurevropiska slættlendi er úr Suðuronglandi, ígjøgnum Frakland og Týskland og heilt eystur at Uralfjøllum í Russlandi. Næstan allur slættin er láglendi, og í Niðurlondum er hann so lágur, at partar av honum eru niðan sjóvar. Hesin víði slætti er eitt hitt besta kornlendið í heiminum. Undir honum eru bæði kol, olja og gass. Slættin er eisini fjølbygdasta økið í Evropa, og her eru mangir stórir býir. Evropa er fjølbygdur heimspartur. Í vídd er hann næstminstur, men bara í størsta heimspartinum, Ásia, er meiri fólk. Tað hevur við sær, at mong búgva í býum. Ikki er bara nógv fólk í Evropa, har eru eisini mong lond - fleiri enn 40; og ósemjur landanna millum (t.d. um landamark og átrúnað) eru javnan endaðar við kríggi. Bara í hesari øldini hevur stríð, kyknað í Evropa, elvt til tveir heimsbardagar. Men hóast hesar trupulleikar er Evropa ríkur heimspartur, og mong evropeisk lond eru ímillum tey ríkastu í heiminum. Nøkur fátæk lond eru, men samanumtikið eru lívskorini góð, samanborið við hvussu fólk hava tað nógva aðrastaðni í heiminum. Henda vælferð er komin av mestsum støðugum ídnaðarvøkstri, og at Evropa áður var mikið hjálandaveldi og ráddi í mongum londum í Afrika, Asia og Amerika (Norðuramerika og Suðuramerika). Mesta fólkið í Evropa býr í stórum býum. Fjølbygdasti parturin í Evropa er úr Suðuronglandi, ígjøgnum Norðurfrakland, Belgia, Niðurlond og nakað eystur í Týskland. Í hesum økjum hevur fólkavøksturin verið so stórur, at einstakir grannabýir eru vaksnir saman í tað, sum verður nevnt stórstaðarøki. Størstu stórstaðarøkini eru í Ruhr í Týsklandi. Í Eysturevropa býr harafturímóti størri partur av fólkinum á bygd og í smáum býum. Einir 578 milliónir evropearar eru trongdir saman á einum landøki, sum tilsamans er lítið størri enn Avstralia. Av tí sama eru nøkur lond í Evropa ímillum tey fjølbygdastu í heiminum. Í Niðurlondum eru fleiri enn 400 fólk á hv. km2. Eysturevropa er ikki so fjølbygt sum Vesturevropa, men eisini her er fólkatættleikin væl oman fyri heimsmiðalfólkatalið. Bera vit saman við Afrika og Ásia, er fólkatalið í flestum londum í Evropa støðugt -tað hvørki veksur ella minkar. Fá børn verða fødd, og fólk liva leingi - um 75 ár í miðal í flestum londum; harafturímóti er miðallívsævin í India og mongum londum í Afrika undir 60 ár. Tað ger, at fólkið í Evropa er eldri enn nógva aðrastaðni í heiminum. Stórur partur er farin um 65 ár. Lond í Evropa. Hetta yvirlitið sýnir fyrst viðurkend fullveldisríki, undir hesum standa landslutir ella lond uttan fullveldi, og undir hesum eru aftur aðrir landslutir og lond. 1: Landafrøðiligani partur av Ásia, men søguliga og politiskt partur av Evropa. 2: Land lutvíst í Ásia. 3: Land/øki (lutvíst) partur av Norðuramerika. 4: Strangt tikið ikki partur av Stóra Bretlandi, men heldur í einum slagi av kongsfelagsskapi. 7. juli. 7. juli er dagur 188 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 189 um skotár er). 177 dagar eru eftir av árinum. 8. juli. 8. juli er dagur 189 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 190 um skotár er). 176 dagar eru eftir av árinum. 9. juli. 9. juli er dagur 190 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 191 um skotár er). 175 dagar eru eftir av árinum. 10. juli. 10. juli er dagur 191 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 192 um skotár er). 174 dagar eru eftir av árinum. 11. juli. 11. juli er dagur 192 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 193 um skotár er). 173 dagar eru eftir av árinum. 12. juli. 12. juli er dagur 193 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 194 um skotár er). 172 dagar eru eftir av árinum. Anne Frank. Anne Frank, fødd Annelies Marie Frank í Frankfurt 12. juni 1929, deyð mars 1945, var av jødiskari ætt, og familjan mátti tí flyta til Amsterdam í 1933 fyri at sleppa undan vaksandi nasistiska áganginum í Týsklandi. Ágangurin móti jødum í Niðurlondum vaks eisini, eftir at landið varð hersett av týskarum, og tí máttu tey fjala seg fyri teimum. Í juli 1942 noyddust tey at búgva í fjaldum rúmum í bygninginum, har pápin Otto Frank hevði arbeitt. Tvey ár seinni tann 4. august 1944 vóru tey avdúkað og flutt til týningarleguna Auschwitz. Har blivu menn og kvinnur skild sundur og sóu einki til hvønn annan meira. Í oktober sama ár vóru Anne, systirin Margot og Augusta von Pels, sum eisini hevði goymt seg saman við teimum, fluttar til Bergen Belsen. Mamman, Edith Frank var verandi eftir í Auschwitz. Í mars 1945 fór tyfus at ganga í leguni og drap 17 000 fangar, harímillum Anne og systrina Margot. Tær liggja grivnar á ókendum stað í hópgrøv í Bergen Belsen saman við øllum hinum, ið máttu lata lív í týningarleguni. Anne Frank gjørdist kend, av tí at hon skrivaði dagbók meðan hon fjaldi seg í Amsterdam. Dagbókin varð funnin í 1946 og givin út. Síðan er hon spæld bæði á palli og sum filmur. 13. juli. 13. juli er dagur 194 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 195 um skotár er). 171 dagar eru eftir av árinum. 14. juli. 14. juli er dagur 195 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 196 um skotár er). 170 dagar eru eftir av árinum. 15. juli. 15. juli er dagur 196 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 197 um skotár er). 169 dagar eru eftir av árinum. 16. juli. 16. juli er dagur 197 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 198 um skotár er). 168 dagar eru eftir av árinum. 17. juli. 17. juli er dagur 198 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 199 um skotár er). 167 dagar eru eftir av árinum. 18. juli. 18. juli er dagur 199 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 200 um skotár er). 166 dagar eru eftir av árinum. 19. juli. 19. juli er dagur 200 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 201 um skotár er). 165 dagar eru eftir av árinum. 20. juli. 20. juli er dagur 201 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 202 um skotár er). 164 dagar eru eftir av árinum. 21. juli. 21. juli er dagur 202 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 203 um skotár er). 163 dagar eru eftir av árinum. 22. juli. 22. juli er dagur 203 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 204 um skotár er). 162 dagar eru eftir av árinum. 23. juli. 23. juli er dagur 204 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 205 um skotár er). 161 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini fyrsti hundadagur. 24. juli. 24. juli er dagur 205 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 206 um skotár er). 160 dagar eru eftir av árinum. 25. juli. 25. juli er dagur 206 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 207 um skotár er). 159 dagar eru eftir av árinum. 26. juli. 26. juli er dagur 207 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 208 um skotár er). 158 dagar eru eftir av árinum. 27. juli. 27. juli er dagur 208 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 209 um skotár er). 157 dagar eru eftir av árinum. Jacob Nolsøe. Jacob Nolsøe (7. januar 1775 í Nólsoy - 18. august 1869 í Tórshavn) var handilsforvaltari og bróður Nólsoyar Páll. Napoleon Nolsøe. Napoleon Nolsøe (26. august 1809 í Tórshavn - 28. februar 1877) var ein føroyskur politikari, rithøvundur og amtslækni (landslækni). 28. juli. 28. juli er dagur 209 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 210 um skotár er). 156 dagar eru eftir av árinum. 29. juli. 29. juli er dagur 210 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 211 um skotár er). 155 dagar eru eftir av árinum. 30. juli. 30. juli er dagur 211 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 212 um skotár er). 154 dagar eru eftir av árinum. 31. juli. 31. juli er dagur 212 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 213 um skotár er). 153 dagar eru eftir av árinum. Palleba. Palleba er navn hjá "vanliga" manninum, ið ikki er uppi í stjórnarmálum ella situr í almennum størvum. Upprunin til navni er ein skemtileikur sum var sendur í útvarpinum. Á øðrum málum eru fleiri onnur dømi, í Noregi hava tey á sama hátt "Ola nordmann", í USA "John Q. Public", í Stóra Bretlandi "Joe Public", á enskum máli verður eisini brúkt John Doe um ókendar menn og Jane Doe um ókendar kvinnur, og í Russlandi "Ivan". 1. august. 1. august er dagur 213 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 214 um skotár er). 152 dagar eru eftir av árinum. 26. august. 26. august er dagur 238 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 239 um skotár er). 127 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini Líradagur ella Líramariumessa. 28. februar. 28. februar er dagur 59 í árinum í gregorianska kalendaranum. 306 dagar eru eftir av árinum (307 dagar um skotár er). 25. august. 25. august er dagur 237 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 238 um skotár er). 128 dagar eru eftir av árinum. 24. august. 24. august er dagur 236 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 237 um skotár er). 129 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini Bartalsmessa ella Bartalsøka, og hesin dagur sigst vera fyrsti heystardagur. 23. august. 23. august er dagur 235 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 236 um skotár er). 130 dagar eru eftir av árinum. Henda dag verður sagt, at hundadagarnir enda. 18. oktober. 18. oktober er dagur 291 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 292 um skotár er). 74 dagar eru eftir av árinum. 1971. 1971 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1970. 1970 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi. Bókmentir. "Dream on Monkey Mountain" hjá Derek Walcott. "Muerte constante más allá del amor" Gabriel Garcia Marquez. Filmar. "Let it be" hjá The Beatles. 1967. 1967 (MCMLXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi. Bókmentir. "Cien años de soledad" hjá Gabriel Garcia Márquez. Útgávur hetta árið. "Sgt Pepper's Lonely Hearts Club Band" (The Beatles). "Magical Mystery Tour" (The Beatles). 1968. 1968 (MCMLXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mánadegi. Útgávur hetta árið. "The Beatles" (The Beatles) - Tað er henda útgávan, sum eisini verður kallað "Hvíta plátan". 21. øld. (20. øld - 21. øld - 22. øld) 21. øld er frá 2001 til 2100 í tí gregorianska kalendaranum. Øldir og ár. * 19. øld. 19. øld var frá 1801 til 1900 í tí gregorianska kalendaranum. Týdningarmikil fólk. * 19. oktober. 19. oktober er dagur 292 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 293 um skotár er). 73 eru dagar eftir av árinum. 20. oktober. 20. oktober er dagur 293 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 294 um skotár er). 72 eru dagar eftir av árinum. 21. oktober. 21. oktober er dagur 294 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 295 um skotár er). 71 eru dagar eftir av árinum. 22. oktober. 22. oktober er dagur 295 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 296 um skotár er). 70 eru dagar eftir av árinum. 23. oktober. 23. oktober er dagur 296 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 297 um skotár er). 69 eru dagar eftir av árinum. 24. oktober. 24. oktober er dagur 297 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 298 um skotár er). 68 eru dagar eftir av árinum. 25. oktober. 25. oktober er dagur 298 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 299 um skotár er). 67 eru dagar eftir av árinum. 26. oktober. 26. oktober er dagur 299 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 300 um skotár er). 66 eru dagar eftir av árinum. 27. oktober. 27. oktober er dagur 300 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 301 um skotár er). 65 eru dagar eftir av árinum. 28. oktober. 28. oktober er dagur 301 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 302 um skotár er). 64 eru dagar eftir av árinum. 29. oktober. 29. oktober er dagur 302 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 303 um skotár er). 63 eru dagar eftir av árinum. 30. oktober. 30. oktober er dagur 303 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 304 um skotár er). 62 eru dagar eftir av árinum. 31. oktober. 31. oktober er dagur 304 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 305 um skotár er). 61 eru dagar eftir av árinum. 1961. 1961 (MCMLXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1960. 1960 var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. Árið er eisini kallað "Ár Afrika" (Year of Africa), vegna teir nógvu stóru atburðir, ið hendu í heimspartinum. Millum annað fingu 17 afrikanskar tjóðir fullveldi hetta árið. 1950. 1950 (MCML) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1951. 1951 (MCMLI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1952. 1952 (MCMLII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár. Fyrsti dagurin var ein týsdagur. 1953. 1953 (MCMLIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1954. 1954 (MCMLIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1955. 1955 (MCMLV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1956. 1956 (MCMLVI) var eitt skotár, eftir tí gregorianska kalendaranum var fyrsti dagurin ein sunnudagur. Bókmentir. "The Cairo Triology" hjá Naguib Mahfouz. 1957. 1957 (MCMLVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1958. 1958 (MCMLVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Bókmentir. "Things fall apart" hjá Chinua Achebe. 1959. 1959 (MCMLIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1. november. 1. november er dagur 305 í árinum í gregorianska kalendaranum, (dagur 306 um skotár er). 60 eru dagar eftir av árinum. Dagurin kallast eisini Alhalgunadagur (ella Allahalgannadagur) og verður í Føroyum hildin sum minningardagur teirra sjólátnu. 2. november. 2. november er dagur 306 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 307 um skotár er). 59 eru dagar eftir av árinum. Haruveiðitíðin byrjar 2. november (til 31. desember). 3. november. 3. november er dagur 307 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 308 um skotár er). 58 eru dagar eftir av árinum. Dagurin eitur "Hubertus". Hubertus, deyður ár 727. Var biskupur í Maastricht eftir Lambertus. Var tiltikin veiðimaður og gjørdist verndarhalgimenni hjá øllum veiðimonnum. Halgisøgan sigur, at hann legði veiðiferðirnar av, tá ið hann ein dagin sá ein hjørt við einum lýsandi krossi millum hornini. Í mongum londum verða havdar sonevndar hubertusveiðiferðir. Haruskjótingin í Føroyum, sum er um hetta mundið, kann sigast at vera ein leivd av hesum siði. 4. november. 4. november er dagur 308 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 309 um skotár er). 57 eru dagar eftir av árinum. 5. november. 5. november er dagur 309 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 310 um skotár er). 56 eru dagar eftir av árinum. 6. november. 6. november er dagur 310 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 311 um skotár er). 55 eru dagar eftir av árinum. 7. november. 7. november er dagur 311 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 312 um skotár er). 54 eru dagar eftir av árinum. 8. november. 8. november er dagur 312 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 313 um skotár er). 53 eru dagar eftir av árinum. 9. november. 9. november er dagur 313 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 314 um skotár er). 52 eru dagar eftir av árinum. 10. november. 10. november er dagur 314 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 315 um skotár er). 51 eru dagar eftir av árinum. 11. november. 11. november er dagur 315 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 316 um skotár er). 50 eru dagar eftir av árinum. 12. november. 12. november er dagur 316 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 317 um skotár er). 49 eru dagar eftir av árinum. 12. november. Torkil. Teir vita ikki um nakað halgimenni við hesum navni, men tað er komið við í danskar álmanakkar frá 1725. Navnið er norrønt og er samansett av gudsnavninum Tórur, og Ketil, sum merkir hattur ella hjálmur. Vanligur fyrsti liður í mongum staðarnøvnum í Føroyum. Torkil er eitt av teimum fáu persónsnøvnunum, sum er funnið á rúnarsteini í Føroyum (í Sandavági). 13. november. 13. november er dagur 317 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 318 um skotár er). 48 eru dagar eftir av árinum. 14. november. 14. november er dagur 318 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 319 um skotár er). 47 eru dagar eftir av árinum. 15. november. 15. november er dagur 319 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 320 um skotár er). 46 eru dagar eftir av árinum. 16. november. 16. november er dagur 320 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 321 um skotár er). 45 dagar eru eftir av árinum. Í Íslandi verður dagurin hildin sum "dagur íslendska tungumálsins". 17. november. 17. november er dagur 321 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 322 um skotár er). 44 dagar eru eftir av árinum. 2. apríl. 2. apríl er dagur 92 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 93 um skotár er). 273 dagar eru eftir av árinum. 1. februar. 1. februar er dagur 32 í árinum í gregorianska kalendaranum. 333 dagar eru eftir av árinum (334 dagar um skotár er). 2. februar. 2. februar er dagur 33 í árinum í gregorianska kalendaranum. 332 dagar eru eftir av árinum (333 dagar um skotár er). Dagurin nevnist eisini kyndilsmessa. 3. februar. 3. februar er dagur 34 í árinum í gregorianska kalendaranum. 331 dagar eru eftir av árinum (332 dagar um skotár er). Dagurin verður nevndur Blásiusmessa. Sum veðrið er hendan dagin, so verður tað tað sama teir næstu 40 dagarnar. 4. februar. 4. februar er dagur 35 í árinum í gregorianska kalendaranum. 330 dagar eru eftir av árinum (331 dagar um skotár er). 5. februar. 5. februar er dagur 36 í árinum í gregorianska kalendaranum. 329 dagar eru eftir av árinum (330 dagar um skotár er). 1877. 1877 (MDCCCLXXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. 6. februar. 6. februar er dagur 37 í árinum í gregorianska kalendaranum. 328 dagar eru eftir av árinum (329 dagar um skotár er). 7. februar. 7. februar er dagur 38 í árinum í gregorianska kalendaranum. 327 dagar eru eftir av árinum (328 dagar um skotár er). 9. februar. 9. februar er dagur 40 í árinum í gregorianska kalendaranum. 325 dagar eru eftir av árinum (326 dagar um skotár er). 10. februar. 10. februar er dagur 41 í árinum í gregorianska kalendaranum. 324 dagar eru eftir av árinum (325 dagar um skotár er). 11. februar. 11. februar er dagur 42 í árinum í gregorianska kalendaranum. 323 dagar eru eftir av árinum (324 dagar um skotár er). 8. februar. 8. februar er dagur 39 í árinum í gregorianska kalendaranum. 326 dagar eru eftir av árinum (327 dagar um skotár er). 12. februar. 12. februar er dagur 43 í árinum í gregorianska kalendaranum. 322 dagar eru eftir av árinum (323 dagar um skotár er). 13. februar. 13. februar er dagur 44 í árinum í gregorianska kalendaranum. 321 dagar eru eftir av árinum (322 dagar um skotár er). 14. februar. 14. februar er dagur 45 í árinum í gregorianska kalendaranum. 320 dagar eru eftir av árinum (321 dagar um skotár er). Í dag er sankta Valentinus dagur. 15. februar. 15. februar er dagur 46 í árinum í gregorianska kalendaranum. 319 dagar eru eftir av árinum (320 dagar um skotár er). 16. februar. 16. februar er dagur 47 í árinum í gregorianska kalendaranum. 318 dagar eru eftir av árinum (319 dagar um skotár er). 17. februar. 17. februar er dagur 48 í árinum í gregorianska kalendaranum. 317 dagar eru eftir av árinum (318 dagar um skotár er). 18. februar. 18. februar er dagur 49 í árinum í gregorianska kalendaranum. 316 dagar eru eftir av árinum (317 dagar um skotár er). 19. februar. 19. februar er dagur 50 í árinum í gregorianska kalendaranum. 315 dagar eru eftir av árinum (316 dagar um skotár er). 20. februar. 20. februar er dagur 51 í árinum í gregorianska kalendaranum. 314 dagar eru eftir av árinum (315 dagar um skotár er). 21. februar. 21. februar er dagur 52 í árinum í gregorianska kalendaranum. 313 dagar eru eftir av árinum (314 dagar um skotár er). 21. februar er altjóða móðurmálsdagur. 22. februar. 22. februar er dagur 53 í árinum í gregorianska kalendaranum. 312 dagar eru eftir av árinum (313 dagar um skotár er). Dagurin kallast eisini Pætursmessa og verður roknaður sum fyrsti várdagur. 1. apríl. 1. apríl er dagur 91 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 92 um skotár er). 274 dagar eru eftir av árinum. Listi yvir borgarstjórar í Tórshavnar kommunu. Listin omanfyri telur ikki borgarstjórar í kommunum, ið lagdar eru undir Torshavnar kommunu gjøgnum tíðirnar. Tórshavn Mads Andreas Jacobsen. Mads Andreas Jacobsen (17. september 1891 í Tórshavn - 31. mai 1944) var ein føroyskur rithøvundur, politikari, lærari og bókavørður. Eftir preliminerskúlan í Havn í 1907, fór hann til Keypmannahavnar at ganga á studentaskúla. Hann tók studentsprógv í 1910. Í nøkur ár læs hann síðan matematik, alisfrøði, evnafrøði og astronomi, men hann gjørdi seg ikki lidnan við lesnaðin. Frá 1914 til 1919 var hann lærari í realskúlanum og á Føroya Læraraskúla. Í 1919 bleiv hann útvaldur av Føroya Løgtingi til at seta á stovn eitt føroyskt bókasavn. Hann fór til Danmarkar at nema sær útbúgving til tað endamálið, og í 1921 varð hann settur í starv sum bókavørður á Færø Amtsbibliotek, sum seinni fekk navnið Føroya Landsbókasavn, og har arbeiddi hann til hann andaðist í 1944. Hann gjørdist formaður fyri Føroya Fornimmissavn í 1920. Hann var formaður í Varðanum frá 1918-34, nøkur ár saman við Richard Long. Hann skrivaði nakrar stuttsøgur og nakrar yrkingar, men tað mesta av tí hann skrivaði var yrkisbókmentir og vísindalig verk. Hann skrivaði m.a. bøkur til undirvísingarnýtslu og tók sær eisini av at ritstjórna og at útgeva bøkur ið onnur høvdu skrivað. Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens. Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens eitur eftir honum. Tórshavnar býráð valdi at heiðra minni um M.A. Jacobsen við at heiðra einum ella fleiri føroyskum rithøvundum hvørt ár á føðingardegi hansara. Virðislønin var í fyrstani bert givin til ein ella tveir rithøvundar, men í 1969 var virðislønin býtt upp í tveir partar, ein virðisløn (ella fleiri) skuldi latast fyri fagrar bókmentir, og ein (ella fleiri) skuldi gevast fyri yrkisbókmentir. Í 1983 legðist ein bólkur afturat, sum verður nevndur "Annað mentunarligt avrik". Rithøvundafelag Føroya. Rithøvundafelag Føroya er felag fyri føroyskar rithøvundar og týðarar. Felagið varð sett á stovn 24. mars 1957. Í 2018 vóru umleið 110 limir. Endamál felagsins er at virka fyri áhugamálunum hjá føroyskum rithøvundum og verja rættindi teirra. Harumframt virkar felagið fyri, at føroyskar bókmentir fáa góðar umstøður at mennast og trívast. Rætt til at gerast limur hava øll, ið skriva bøkur á føroyskum máli ella á annan hátt starvast sum rithøvundar. sum skrivað antin fagrar ella yrkisbókmentir. EBBA virðisløn. Virðislønin ber navnið eftir rithøvundan Ebbu Hentze, sum livdi 25. Sep.1929 – 20. Mai 2015. Tað er nevndin í Rithøvundafelag Føroya, ið ger av, hvør fær virðislønirnar, sum er ásett at vera 25.000 kr. Nevndin hevur heimild at lata eina virðisløn árliga, men eisini onga at lata. Ebba Hentze var ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebba Hentze umsett eitt ótal av bókum til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men mest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaligan týdning fyri kunnleika til og útbreiðslu av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norður­londunum. "“Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur mynd­listaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavns­grunninum.”" Við hesum í huga setti nevndin fyri Rithøvundafelag Føroya 26. november 2017 á stovn EBBU-virðislønina, við krónum 570.155,54 á konto. Fyrsta virðislønin verður handað 20. Mai 2018. Gianfranco Contri. Gianfranco Contri (16. oktober 1952) er úr Italia. Hann er málfrøðingur og orðabókafrøðingur. Hann hevur útgivið føroysk-italienska orðabók í 2004. Hann fekk heiðursløn fyri avrikið sama árið, tá hann fekk Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir. 3. apríl. 3. apríl er dagur 93 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 94 um skotár er). 272 dagar eru eftir av árinum. 4. apríl. 4. apríl er dagur 94 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 95 um skotár er). 271 dagar eru eftir av árinum. 5. apríl. 5. apríl er dagur 95 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 96 um skotár er). 270 dagar eru eftir av árinum. 6. apríl. 6. apríl er dagur 96 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 97 um skotár er). 269 dagar eru eftir av árinum. 7. apríl. 7. apríl er dagur 97 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 98 um skotár er). 268 dagar eru eftir av árinum. 8. apríl. 8. apríl er dagur 98 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 99 um skotár er). 267 dagar eru eftir av árinum. 23. februar. 23. februar er dagur 54 í árinum í gregorianska kalendaranum. 311 dagar eru eftir av árinum (312 dagar um skotár er). 24. februar. 24. februar er dagur 55 í árinum í gregorianska kalendaranum. 310 dagar eru eftir av árinum (311 dagar um skotár er). 24. februar kallast Leypársmessa, (men hann er 25. februar, um leypár (tað er skotár) er). Sagt verður, at á leypársmessu hevur veturin mist annað beinið. 25. februar. 25. februar er dagur 56 í árinum í gregorianska kalendaranum. 309 dagar eru eftir av árinum (310 dagar um skotár er). 26. februar. 26. februar er dagur 57 í árinum í gregorianska kalendaranum. 308 dagar eru eftir av árinum (309 dagar um skotár er). 27. februar. 27. februar er dagur 58 í árinum í gregorianska kalendaranum. 307 dagar eru eftir av árinum (308 dagar um skotár er). 29. februar. 29. februar er dagur 60 í árinum í gregorianska kalendaranum (um skotár er). 306 dagar eru eftir av árinum. 1. mars. 1. mars er dagur 60 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 61 um skotár er). 305 dagar eru eftir av árinum. 8. mars. 8. mars er dagur 67 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 68 um skotár er). 298 dagar eru eftir av árinum. 8. mars er altjóða kvinnudagur. Hendingar. 1957 - Gana fer uppí Sameindu Tjóðir. 1974 - Charles de Gualle flogvøllurin opnar í Paris. 1979 - Elektronikk fyritøkan Philips vísir fram tí fyrstu fløguna (compact disc). 12. mars. 12. mars er dagur 71 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 72 um skotár er). 294 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini grækarismessa. 2. mars. 2. mars er dagur 61 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 62 um skotár er). 304 dagar eru eftir av árinum. 31. desember. 31. desember er dagur 365 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 366 um skotár er). 0 dagar eru eftir av árinum. 30. desember. 30. desember er dagur 364 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 365 um skotár er). 1 dagur er eftir av árinum. 29. desember. 29. desember er dagur 363 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 364 um skotár er). 2 dagar eru eftir av árinum. 28. desember. 28. desember er dagur 362 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 363 um skotár er). 3 dagar eru eftir av árinum. 3. mars. 3. mars er dagur 62 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 63 um skotár er). 303 dagar eru eftir av árinum. 4. mars. 4. mars er dagur 63 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 64 um skotár er). 302 dagar eru eftir av árinum. 27. desember. 27. desember er dagur 361 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 362 um skotár er). 4 dagar eru eftir av árinum. 26. desember. 26. desember er dagur 360 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 361 um skotár er). 5 dagar eru eftir av árinum. Dagurin er 2. jóladagur. 2. jólakvøld er vanligt at dansa føroyskan dans. Dansitíðin er frá 2. jóladegi til føstuinngang. Fyrr var vanligt at fara til summar ávísar bygdir at dansa 2. jólakvøld. Hesar bygdir vóru kallaðar jólabygdir. 5. mars. 5. mars er dagur 64 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 65 um skotár er). 301 dagar eru eftir av árinum. 6. mars. 6. mars er dagur 65 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 66 um skotár er). 300 dagar eru eftir av árinum. 7. mars. 7. mars er dagur 66 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 67 um skotár er). 299 dagar eru eftir av árinum. 9. mars. 9. mars er dagur 68 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 69 um skotár er). 297 dagar eru eftir av árinum. Dagurin 9. mars kallast eisini 40 riddarar. 10. mars. 10. mars er dagur 69 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 70 um skotár er). 296 dagar eru eftir av árinum. 3. mai. 3. mai er dagur 123 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 124 um skotár). Tað eru 242 dagar eftur av árinum. Dagurin kallast eisini krossmessa ella "krossmessa um várið". Bíggjar kommuna. Bíggjar kommuna, kommuna í Føroyum. Fuglafjarðar kommuna. Fuglafjarðar kommuna, kommuna í Føroyum. Í Fuglafjarðar kommunu eru tríggjar bygdir, Fuglafjørður, Kambsdalur og Hellurnar hinu megin Skarð. Funnings kommuna. Funnings kommuna var kommuna í Føroyum frá 1948 til og við 2008. Søga. Funnings kommuna, sum hon var skipað, varð til í juli 1948, tá Gjógv meldaði seg úr Funnings sóknar kommunu, soleiðis at Funnings kommuna einans umfataði bygdina Funningur. Eftir vegleiðandi fólkaatkvøðu í Funningi í 2006, har meirilutin av bygdarfólkinum gjørdi av, at um kommunan skuldi leggja saman við aðrari kommunu, skuldi hetta vera við Runavíkar kommunu, fóru partarnir til borðið, og í 2008 varð kunngjørt, at Funnings og Runavíkar kommunur skuldu leggja saman frá 1. januar 2009 at rokna. Gøtu kommuna. Gøtu kommuna var kommuna í Eysturoy í Føroyum. Gøtu kommuna fevndi um bygdirnar Norðragøtu, Við Gøtugjógv og Syðrugøtu, undir einum ofta róptar í Gøtu. Frá 1. januar 2009 er Gøta partur av Eysturkommunu - saman við grannabygdini Leirvík. Gøta var kyndilsmessubygd, t.e. at hagar komu fólk úr grannabygdunum at dansa á kyndilsmessu. Syðrugøta er eisini kent fyri stóra festivalin; G! festival Hovs kommuna. Bygdarráðsformaður. Jónsvein Hovgaard er bygdarráðsformaður í Sumbiar kommunu. Varaborgarstjóri er Bergljót Bertholdsen Ludvig. Húsa kommuna. Húsa kommuna, kommuna í Føroyum, ið fevnir um syðru helvtina av Kalsoy. Í Húsa kommunu eru bygdirnar Húsar og Syðradalur Húsavíkar kommuna. Húsavíkar kommuna, kommuna í Sandoynni. Í Húsavíkar kommunu eru tríggjar gamlar bygdir. Hin elsta er ivaleyst Húsavík. Hvalbiar kommuna. Hvalbiar kommuna er ein kommuna í Føroyum á Suðuroynni. Hvalbiar kommuna fevnir um bygdirnar Sandvík (97 íbúgvar, 2010) og Hvalba (626 íbúgvar, 2010), norðast á Suðuroynni. Borgarstjóri í Hvalbiar kommunu er Janus Thomsen. Í Hvalbiar kommunu eru 7 bygdarráðslimir. Hvalba hevur kommunuskrivstovu á Bíarvegi 2 í Hvalba. Ein skrivari er í starvi hjá Hvalbiar kommunu. Hvannasunds kommuna. Hvannasunds kommuna, kommuna í Føroyum. Í september 2008 var fólkaatkvøða í kommununi um sammanlegging við Klaksvíkar kommuna. Úrslitið av fólkaatkvøðuni var eitt greitt nei til samanlegging. Søga. Hvannasunds kommuna var í 1872 partur av Norðoya Prestagjdalds kommunu. Í 1908 var Hvannasunds kommuna uppi í Viðareiðis, Fugloyar og Svínoyar sóknar kommunu. Í 1950 gjørdust tær seks bygdirnar við Hvannasund til Hvannasunds kommunu. Hesar seks bygdirnar eru: Múli, Fossá, Norðdepli, Depli, Norðtoftir og Hvannasund. Fossá (nú avtoftað) og Norðdepli eru niðurseturbygdir frá 1866-68. Hinar fýra bygdirnar eru aldargamlar. Múli er nevnd í Hundabrævinum frá 1300-talinum. Í Depli stendur friðaður garður. Hesin er frá 1815. Hvannasunds kommuna er sum flestu gomlu kommunur í Føroyum broyttar frá gamla bóndasamfelagnum til fiskivinnu- og ídnaðarsamfelag. Vinnulívið í kommununi er nærum alt fiskivinna og útróður. Havnaviðurskiftini eru góð. Í 1963 varð flakavirki bygt í Norðdepli. Síðani bergholini vóru gjørd í 1967, er samvinnan við Klaksvíkinga vorðin sera stór. Koyrdar verða bæði virkaðar og óvirkaðar vørur millum kommunurnar. Tvey stór alibrúk eru í kommununi, eitt hvørju megin byrgingina. Samferðslukervið er væl útbygt. Koyrandi er millum allar bygdir í kommununi. Í 1974 kom byrging um Hvannasund, so Borðoyggin og Viðoyggin vórðu samanbundnar. Rutubáturin út til Svínoyar og Fugloyar siglir út frá Hvannasundi. Sjálvt um roynt varð at stovna skúla eystan Múla í 1737, kom ikki gongd á fyrr enn í 1835. Tá fór viðingur, giftur á Toftum (Norðtoftum), at lesa við børnunum á Toftum, Depli og Múla. Í 1837 fór annar viðingur at lesa við børnunum á Viðareiði og Hvannasundi. Í 1895 varð skúli bygdur í Norðdepli, og hesin stendur uppi enn. Børnini í Hvannasundi vórðu rógvin í skúla, og hini noyddust at ganga. Skúli varð so aftur bygdur í Hvannasundi í 1932. Hesin er í dag kommunuskrivstova. Í 1985 varð nýggjur skúli bygdur á Fossánesi, og her ganga nú øll børnini í kommununi í skúla til og við 7. skúlaár. Skúlabørnini í framhaldsdeildini verða koyrd til Klaksvíkar. Jørðin. Í Hvannasundi er øll jørðin kongsjørð, meðan øll jørðin í Norðdepli er ogn. Hvannasund er fyrndarbygd. Fýra fýramarkað festir eru í bygdini. Hetta eru ikki stór festir – 90 áseyðir hvørt – men afturat eini aðrari inntøku, ber til. Fyrr var jarðarskipanin í Hvannasundi soleiðis, at festararnir áttu ein fjórðing í hvørjum hagaparti, men soleiðis er ikki longur. Jørðin varð skift fyri kortum, og tað hevði við sær, at hvør festari hevur sín haga. Hetta ger tað samstundis høgligari hjá hvørjum einstøkum festara, sum ikki longur nýtist at ganga á fjall so ofta, sum frammanundan. Norðdepil er niðurseturbygd. Sambært gomlum bókum vóru tveir hagapartar í Depli – fýra merkur hvør. Bøkurnar siga, at hagapartarnir vóru kallaðir Depli for sønden og Depli for norden. Í tí syðra partinum er ein partur kongs, men í norðara parti er alt ogn. Klaksvíkar kommuna. Klaksvíkar kommuna er næststørsta kommuna í Føroyum. 11. juni 2007 varð kunngjørt, at Svínoyar kommuna verður løgd saman við Klaksvíkar kommunu eftir komandi bygdaráðsval. Frá 1. januar 2009 er Svínoyggin við í Klaksvíkar kommunu. Húsar kommuna gjørdist partur av Klaksvíkar kommunu 1. januar 2017. Brot úr søguni hjá Klaksvíkar kommunu. Tórshavn hevði fingið kommunuskipan longu í 1866, men tað var ikki fyrr enn í 1873, at kommunuskipan varð sett í gildi fyri allar Føroyar. Frammanundan – síðan 1850 – høvdu Føroyar verið býttar sundur í 8 ”fattigforstanderskaber”, Klaksvíkin saman við restini av Norðuroyggjum. Tá kommunuskipanin kom í 1873 varð sami leistur nýttur. Føroyar vóru býttar sundur í 8 sóknarkommunur, Norðuroyggjar gjørdust ein kommuna. Kommunufundir vóru hildnir skiftivís á prestagarðinum í Ónagerði á Viðareiði og á einum bóndagarði í Klaksvík. Tá Klaksvíkin, sum ein avleiðing av, at Kongaligi Einahandilin varð avtikin í 1856 fór at mennast vinnuliga, gjørdist hendan skipan óhøglig. Hóast høvuðsvinnan var landbúnaður alla øldina, so vóru bæði handil og fleiri fiskiskip á staðnum longu í 1865. Fólkatalið, sum í 1860 hevði ligið um tey 200, var í 1908 vaksið upp í 700. Hetta hevði m.a. við sær, at Klaksvíkin gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1908, og í 1911 fekk bygdin, sum í fyrisitingini hevði verið nevnd Vágur, navnið Klaksvík. Høvuðsuppgávan hjá Klaksvíkar Kommunu, sum í 1972 fekk býarheiti, gjørdist at skapa hóskandi karmar um tað vaksandi virksemið í bygdini. Býráðsformenn í Klaksvíkar kommunu. Sí Býráðsformenn í Klaksvíkar kommunu Virðislønir. Klaksvíkar kommuna setti á stovn Listavirðisløn Nólsoyar Páls í 2013. Kvívíkar kommuna. Kvívíkar kommuna er ein kommuna í Streymoy. Kvívíkar kommuna fevnir um fimm bygdir. Tær eru Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skælingur. Í kommununi búgva 570 fólk. Av teimum búgva umleið 360 í Kvívík, umleið 50 á Válinum, umleið 30 á Stykkinum, umleið 100 í Leynum og 14 á Skælingi. Leirvíkar kommuna. Leirvíkar kommuna, kommuna í Føroyum. Miðvágs kommuna. Miðvágs kommuna, kommuna í Føroyum. Miðvágs kommuna legði 1. januar 2009 saman við Sandavágs kommunu og varð til Vága kommunu. Nes kommuna. Nes kommuna er ein kommuna í Eysturoynni. Nes kommuna umfatar bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes. Íbúgvaratalið tann 30. september 2012: 1228 fólk. Porkeris kommuna. Porkeris kommuna, kommuna í Suðuroynni. Viðarlundin. Viðarlundin í Havn er størsta viðarlund í Føroyum. Viðarlundin verður eisini rópt Plantasjan. Viðarlundin fór illa í eini ódn í 1988. Sangurin "Eitt sunnukvøld í Plantasjuni", sum Simme gav út í 1957, gjørdist ein sonn landaplága, og fimti ár seinni varð sangurin kosin "Størsta landaplágan í Føroya søgu" av Útvarpið Føroya. Sangurin útkom sama ár sum Útvarp Føroya byrjaði at senda. Plátan var ein av teimum fyrstu føroysku tónleika útgávunum. Í Viðarlundini rennur Havnará. Har er eitt lítið vatn mitt í Viðarlundini, har dunnur og svanar halda til, benkur standa rundan um vatnið og aðrastaðnis í Viðarlundini. Havnarfólk og vitjandi dáma væl at ganga túr í Viðarlundini. Viðarlundin er millum Varðagøtu, Gundadalsveg og Hoydalsveg. Listasavn Føroya er í norðara enda av Viðarlundini. Ein standmynd stendur á einum heyggi mitt í viðarlundini. Standmyndin er minnsvarði til minnis um teir 210 føroysku sjómenninar, ið lótu lív undir Seinna Heimsbardaga. 25. desember. 25. desember er dagur 359 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 360 um skotár er). 6 dagar eru eftir av árinum. 24. desember. 24. desember er dagur 358 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 359 um skotár er). 7 dagar eru eftir av árinum. 11. mars. 11. mars er dagur 70 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 71 um skotár er). 295 dagar eru eftir av árinum. Henda dag verður sagt, at ritan kemur í bjørgini 13. mars. 13. mars er dagur 72 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 73 um skotár er). 293 dagar eru eftir av árinum. 14. mars. 14. mars er dagur 73 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 74 um skotár er). 292 dagar eru eftir av árinum. 9. apríl. 9. apríl er dagur 99 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 100 um skotár er). 266 dagar eru eftir av árinum. 10. apríl. 10. apríl er dagur 100 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 101 um skotár er). 265 dagar eru eftir av árinum. 11. apríl. 11. apríl er dagur 101 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 102 um skotár er). 264 dagar eru eftir av árinum. 12. apríl. 12. apríl er dagur 102 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 103 um skotár er). 263 dagar eru eftir av árinum. 13. apríl. 13. apríl er dagur 103 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 104 um skotár er). 262 dagar eru eftir av árinum. 14. apríl. 14. apríl er dagur 104 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 105 um skotár er). 261 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini summarmáladagur ella á summarmála, og við hesum degi verður summarhálvárið roknað at byrja. 15. apríl. 15. apríl er dagur 105 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 106 um skotár er). 260 dagar eru eftir av árinum. Dagurin eitur Olympia. Tær ljósu næturnar byrja. Navnið Olympia er til minnis um halga konu, sum varð tikin av døgum umleið ár 250 í Persiu. 16. apríl. 16. apríl er dagur 106 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 107 um skotár er). 259 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini Magnusarmessa, og tá verður sagt, at "ljósu næturnar byrja". 17. apríl. 17. apríl er dagur 107 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 108 um skotár er). 258 dagar eru eftir av árinum. 15. mars. 15. mars er dagur 74 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 75 um skotár er). 291 dagar eru eftir av árinum. 16. mars. 16. mars er dagur 75 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 76 um skotár er). 290 dagar eru eftir av árinum. 23. desember. 23. desember er dagur 357 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 358 um skotár er). 8 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini tollaksmessa. 22. desember. 22. desember er dagur 356 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 357 um skotár er). 9 dagar eru eftir av árinum. 22. desember er tollaksmessuaftan. 21. desember. 21. desember er dagur 355 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 356 um skotár er). 10 dagar eru eftir av árinum. 17. mars. 17. mars er dagur 76 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 77 um skotár er). 289 dagar eru eftir av árinum. Dagurin 17. mars kallast eisini Pátriksmessa. 18. mars. 18. mars er dagur 77 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 78 um skotár er). 288 dagar eru eftir av árinum. 19. mars. 19. mars er dagur 78 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 79 um skotár er). 287 dagar eru eftir av árinum. 1. mai. 1. mai er dagur 121 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 122 um skotár). Tað eru 244 dagar eftur av árinum. Dagurin, ið er altjóða arbeiðaradagur, kallast eisini Valborgarmessa. 2. mai. 2. mai er dagur 122 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 123 um skotár). Tað eru 243 dagar eftur av árinum. 20. mars. 20. mars er dagur 79 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 80 um skotár er). 286 dagar eru eftir av árinum. 21. mars. 21. mars er dagur 80 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 81 um skotár er). 285 dagar eru eftir av árinum. 21. mars er várjavndøgur, og dagurin kallast eisini Bænadiktsmessa. 20. desember. 20. desember er dagur 354 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 355 um skotár er). 11 dagar eru eftir av árinum. 18. øld. (17. øld - 18. øld - 19. øld) 18. øld var frá 1701 til 1800 í tí gregorianska kalendaranum. 18. øld verður í Evropa nevnd upplýsingartíðin. Týdningarmikil fólk. * Støddfrøði. Støddfrøði er læran um mynstur í mongd, bygnaði, broytingum og rúmi. Við øðrum orðum, støddfrøði er skilbundin frøðigrein um støddir og viðurskifti teirra millum. Harav av navnið, støddfrøði. Elsti farvegurin eftir støddfrøði er ógvuliga gamal. Bæði í Egyptalandi og Bábylon fingust fólk við støddfrøðilig fyribrigdi eini 2000 ár f.Kr. Tað vóru tó grikkar sum mentu støddfrøðina til rættulig vísindi ár 300 til 250 f.Kr. Seinni, eftir hóttafallið í griksku mentanini, mentist støddfrøðin í India um ár 400, og kom við arábum aftur til Evropa um ár 1200. Seinni aftur fekk hon innvist á lærdum háskúlum, og í bæði 16. og 17. øld hendu stór framstig. Støddfrøðin fær tá tað skap, sum vit kenna aftur í dag. Í støddfrøðini verða ofta langar og rúgvumiklar, skilvísar útgreiningar gjørdar, sum lítið tykjast hava við veruleikan at gera. Hetta júst tí, at støddfrøðin er skilbundin. Tað merkir, at hon byggir ikki á eygleiðingar, men á skilvísar útgreiningar eftir ásettum reglum. Støddfrøði var upprunaliga læran um tær reglur, sum galda fyri tøl og skap av ymsum slag. Millum onnur vísindi hevur hon ta løgnu serstøðu, at hon ikki nýtist at verða grundað á nakað ítøkiligt, t.e. tað, sum sansirnir siga okkum. Harafturímóti verður altíð sett krav, at ongar mótsøgnir skulu vera í støddfrøðiliga lærubygninginum. Eingin ivast í, hvat ið jarðfrøðingar, alisfrøðingar, lívfrøðingar, evnafrøðingar og aðrir frøðingar gera. Teir kunnu allir eftirkanna síni ástøðiligu úrslit í náttúrufyribrigdum ella við royndum. Tað ber ikki altíð til hjá støddfrøðinginum. Hetta merkir tó ikki, at støddfrøðilig úrslit ikki kunnu verða nýtt til at viðgera ítøkilig fyribrigdi, tvørturímóti, men tað merkir, at tey skulu nýtast við varsemi, eisini tá ið støddfrøðiliga fyrimyndin er grundað á tað, sum veruligt er. Partar av støddfrøðini eru siðsøga, aðrar partar kunnu vit best lýsa sum amboð. Og amboð er støddfrøðin av sonnum. Tað eru næstan ikki tey vísindi, sum ikki dagliga nýta støddfrøði sum amboð. T.d. verður hon lýst sum "málið í alisfrøðini". Á tann hátt hevur støddfrøðin neyvt samband við tøkniliga støðið í samfelagnum, og tí við fíggjarviðurskifti og lívskor hjá tí einstaka. Heiðurin fyri t.d. teldurnar eiga serliga støddfrøðin og alisfrøðin. Støddfrøðiligi parturin eru tær skipanir, sum teldurnar virka eftir. At læra støddfrøði kann á mangan hátt berast saman við spæl, til dømis at telva. Skalt tú telva, eru nakrar grundreglur, tú mást duga fyrst. Tú mást vita, hvussu borðið er skipað, hvussu talvfólkið sær út, hvussu tað flytur o.s.fr. Á hesum støði er ikki so nógv at skilja. So byrjar telvingin, og teir nógvu møguleikarnir koma til sjóndar. Nú krevst, at tú hevur hugflog, at tú dugir at síggja og kanna teir ymsu møguleikarnar, og hevur tú gloymt onkra grundreglu, til dømis hvussu riddarin flytur, ber einki til. Fyrst mugu vit læra nakrar grundreglur, t.e. slíkt sum tey, sum undan gingu, hava hildið verið skilagott at gjørt viðtøkur fyri. Á tí støðinum er ikki júst so nógv at skilja. Tá ið vit so seinni fara at seta saman hesar lutir, veksur støddfrøðiligi lærubygningurin fram. Tá krevst hugflog eins og í telvingini, og ikki ber til at ivast í grundarlagnum. Kann henda, at tú tá kanst nýta støddfrøðina til at kanna eitthvørt fyribrigdi, sum eingin áður hevur kannað, og skuldi staðið í botni, er ikki at falla í fátt, men heldur bíta á kampi, so mikið størri verður frøin, tá ið komið er á mál. Pauli Ellefsen. Joen Pauli Højgaard Ellefsen, best kendur sum Pauli Ellefsen, (20. apríl 1936 - 24. august 2012, føddur í Miðvági), var føroyskur politikari og ríkisgóðkendur grannskoðari. Hann varð løgmaður í Føroyum frá 5. januar 1981 til 10. januar 85. Arbeiðsroyndir og útbúgving. Sum ungur var hann fiskimaður og útróðrarmaður. Miðskeiðis í fimtiárunum var hann við sluppini William Martin í tvey ár, sum abbi hansara, Dánjal Petur Højgaard úr Rituvík, átti. Sluppin var til fiskiskap undir Føroyum og Íslandi. Seinni fór hann í skúla og lærdi til telegrafist og hevði kjans hjá danska reiðarínum Dansk-Fransk í tvey ár. Hann las til grannskoðara í Keypmannahavn. Meðan hann las arbeiddi hann samstundis sum grannskoðari. Eftir at hann var liðugur at lesa, arbeiddi hann í nøkur ár hjá revisiónsfirmanum C. Jespersen. Í 1969 gjørdist hann ríkisgóðkendur grannskoðari. Hann flutti heimaftur til Føroya fyrst í 1970-árunum, har hann eitt skifti hevði grannskoðaravirkið Sundstein & Ellefsen saman við Jógvani Sundstein. Í 1975 stovnaði hann sítt egna virki. Hann arbeiddi sum grannskoðari til 2006. Meðan Pauli var upptikin av politikki hevði hann onnur at taka sær av grannskoðaravirkinum. Robert LeFevre var stjóri eitt skifti, meðan Pauli var í politikki. Ein sonur og síðani ein verdóttur komu sum frá leið upp í fyritøkuna, seinni eisini sum ríkisgóðkendir grannskoðarar. Politiska lívleiðin. Pauli gjørdist av álvara virkin í føroyskum politikki í 1974, tá hann fyri fyrstu ferð var valdur inn á Føroya Løgting fyri Sambandsflokkin. Táverandi formaður Sambandsfloksins, Trygvi Samuelsen, varð ikki afturvaldur, og tí bleiv nýggjur formaður valdur, og valið fall á nývalda Paula Ellefsen. Hann varð formaður floksins til hann valdi ikki at stilla upp aftur í 1990. Pauli var eisini virkin á danska Fólkatinginum, 1. mars 1977 varð hann valdur inn á Fólkatingið fyri fyrstu ferð. Tað var meðan Pauli Ellefsen var løgmaður, at samtíðarskattaskipanin varð sett í verk. Privatlívið. Foreldrini hjá Paula vóru Sofía, fødd Højgaard, úr Rituvík og Joen Elias Ellefsen úr Miðvági, hann var elstur av átta syskjum. Pauli giftist í 1963 við Henni Egholm Ellefsen, fødd Rasmussen. Eftir at hava búð nøkur ár í Danmark, fluttu tey til Føroya og búsettust í Hoyvík. Har vuksu børn teirra eisini upp. Jógvan Sundstein. Jógvan Sundstein (25. mai 1933 í Tórshavn) var løgmaður í Føroyum 1989 - 91. Hann var valdur inn á Føroya Løgting fyri Fólkaflokkin fyri fyrstu ferð í 1979. Hann var løgtingsformaður 1980 til 1984 og frá 1988 til 1989. Í tíðarskeiðnum 1991 til 1993 var hann fíggjarmálaráðharri, í sama tíðarskeiði var hann eisini varaløgmaður. Jógvan var formaður fyri Fólkaflokkin frá 1980 til 1993. Hann flutti til Danmarkar at búgva í 2003. Jógvan er útbúgvin og góðkendur sum løggildur (statsautoriseraður) granskoðari. Kelda. Sundstein, Jógvan Sundstein, Jógvan Marita Petersen. Marita Petersen (fødd "Marita Johansen" 21. oktober 1940, Vágur - 26. august 2001, Tórshavn) var løgmaður í Føroyum 1993 - 94. Marita Petersen er fyrsta kvinnan, ið náddi ovastu rók í føroyskum politikki. Tann 18. januar 1993 varð hon tann fyrsti kvinnuligi løgmaður í Føroyum. Í 1988 varð hon fyrstu ferð vald á ting. Frá 1990 – 1993 var hon landsstýrismaður í mentamálum, har hon m.a gjørdi vart við seg við at endurskoða yrkisútbúgvingarnar í Føroyum og fáa samtykt lógarverk innan hetta øki. Hon var talskvinna fyri at skipa miðnámsskúlarnar í deplar. Eisini legði hon broytingar í rúsdrekkalógini fram, ið viðførdu ta skipan, sum vit kenna í dag. Tíðin, sum Marita var løgmaður í Føroyum, frá januar 1993 til september 1994, var eitt av svárastu tíðarskeiðunum í Føroya søgu. Bankarnir vóru um at fara av knóranum, og vinnulívið á sjógvi og landi var við at fara sama veg. Arbeiðsloysið var methøgt, fráflyting úr Føroyum og tvangsauktiónir av sethúsum vóru gerandishendingar. Sum løgmaður stóð Marita Petersen á odda fyri samráðingunum við danir og Den Danske Bank fyri at forða fyri, at Føroyar fóru av knóranum. Úrslitið av hesum samráðingum var millum annað, at Føroya landsstýri keypti partabrøvini í Føroya Banka frá Den Danske Bank. Hetta keypið hevði seinni sokallaða "bankamálið" við sær, har ákærur vórðu reistar ímóti Den Danske Bank fyri ikki at hava kunnað Føroya landsstýri um veruligu fíggjarstøðuna í Føroya Banka innan søluna av partabrøvunum. Marita Petersen stóð sum løgmaður eisini á odda, tá ið semja var gjørd við donsku stjórnina um eina bjarging fyri føroyska búskapin. Henda avtalan hevði við sær, at danska stjórnin afturfyri setti krøv um kvotuskipan innan fiskivinnuna og skipanina av Føroya Fiskavirking. Fyri at sleppa undan hópuppsagnum innan tað almenna samráddist Marita við almennu fakfeløgini um lønarniðurskurð. Eisini legði hon stóran dent á skipanarlig viðurskifti og var stigtakari til nýggju føroysku stýrisskipannarlógina frá 1994. Í 1993 bleiv Marita Petersen eisini forkvinna fyri Javnaðarflokkin eftir Atla Dam, ið ikki stillaði uppaftur sum formaður. Innanfloks arbeiddi hon við at útbyggja demokratiið í flokkinum og at endurnýggja politikkin hjá flokkinum. Hon legði dent á, at kvinnurnar eisini vóru virknar bæði innan- og uttanfloks. Hon hevði eitt netverk av kvinnum, ið hon eisini gjørdi brúk av, meðan hon var landstýrismaður og løgmaður. Hon hevði ein virknan leiklut í samband við at løgtingið í 1994 samtykti Javnstøðulógina. Aftaná løgtingsvalið í 1994 stóð hon á odda fyri samgongusamráðingunum. Javnaðarflokkurin fekk ikki løgmann, og Marita Petersen valdi aftur at taka sæti á løgtingi. Harvið breyt hon siðvenjuna hjá Javnaðarflokkinum um, at floksformaðurin hevði sess í landsstýrinum. Hon var sum tann fyrsta kvinnan vald til løgtingsformann í 1994. Í 1995 bjóðaði Jóannes Eidesgaard henni av sum formansvalevni í Javnaðarflokkinum, Marita vann formannsvalið, men á landsfundinum í 1996 legði hon frá sær sum formaður fyri Javnaðarflokkin. Til løgtingsvalið í 1998 stillaði Petersen ikki uppaftur, og fór hon sostatt úr føroyskum politikki. Marita var leiðari av Sernámsdeplinum frá 1997 og til hon, eftir stutta sjúkralegu, doyði tann 26. august í 2001. Ávísingar úteftir. Petersen, Marita Petersen, Marita Edmund Joensen. Edmund Esbern Johannes Joensen (føddur 19. september 1944) er føroyskur politikari. Hann var løgmaður í Føroyum 1994 - 98, hann hevur verið løgtingsformaður, formaður Sambandsflokksins og hevur í fleiri førum verið valdur inn á Fólkatingið í Danmark, seinast á fólkatingsvalinum 5. juni 2019. Hann er stjóri í O.C. Joensen á Oyri og hevur verið virkin vinnulívsmaður, serliga innan fiskaaling. Heiður. Edmund Joensen er Riddari av Dannebrog í 1. stig og hevur móttikið kommandørkrossin frá Margrethu Drotning. 22. mars. 22. mars er dagur 81 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 82 um skotár er). 284 dagar eru eftir av árinum. 23. mars. 23. mars er dagur 82 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 83 um skotár er). 283 dagar eru eftir av árinum. 25. mars. Dagurin kallast eisini mariumessa ella boðanardagur Mariu. Av tí at tað eru fleiri mariumessur, kallast hesin dagurin "mariumessa um várið". 26. mars. 26. mars er dagur 85 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 86 um skotár er). 280 dagar eru eftir av árinum. 19. desember. 19. desember er dagur 353 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 354 um skotár er). 12 dagar eru eftir av árinum. 27. mars. 27. mars er dagur 86 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 87 um skotár er). 279 dagar eru eftir av árinum. 28. mars. 28. mars er dagur 87 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 88 um skotár er). 278 dagar eru eftir av árinum. 29. mars. 29. mars er dagur 88 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 89 um skotár er). 277 dagar eru eftir av árinum. 30. mars. 30. mars er dagur 89 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 90 um skotár er). 276 dagar eru eftir av árinum. 31. mars. 31. mars er dagur 90 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 91 um skotár er). 275 dagar eru eftir av árinum. 4. mai. 4. mai er dagur 124 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 125 um skotár). Tað eru 241 dagar eftur av árinum. Evnafrøði. Ein starvsstova. Evnafrøðingar brúka t.d. bøllufløskur og royndargløs at blanda evnini. Teir brúka eisini sjálvvirkin elektronisk tól. Evnafrøði ella kemi er læran um eginleikarnar hjá evnum, lívrunnum sum ólívrunnum, og hvussu tey samspæla við onnur lívrunnin og ólívrunnin evni. Av tí at evni, sum eru ymiskar samansetingar av atomum, eru so fjølbroytt, so granska evnafrøðingar ofta, hvussu atom av ymiskum frumevnum samspæla og soleiðis skapað mýl, og eisini hvussu ymisk mýl samspæla sínamillum. Evnafrøði verður ofta kallað tann miðsavnandi vísindin, av tí at hon knýtir aðrar vísindagreinir saman. Evnafrøðingar kunnu við evnisandgerðum gera t.d. heilivág, plast, litir og mangt annað, sum vit brúka dagliga. Teir kanna, hvat er í evnunum, og hvussu ið nýggj evni kunnu verða gjørd. Umleið fimm mió. evni eru til. Vit brúka dagliga umleið 35 000 evni, sum eru gjørd úr einfaldum evnum - frumevnunum. Áðrenn evnafrøðin gjørdist vísindi, hildu fólk, at til vóru bara fýra frumevni: mold, eldur, luft og vatn. Nú vita vit, at 98 frumevni eru í náttúruni. Eisini kunnu nøkur fá (30 higartil) verða gjørd í starvsstovum. Vanligasta frumevnið í alheiminum er vatnsevni hydrogen (H2). Tað er mesta tilfarið í stjørnunum. Egyptar vóru fyrstu evnafrøðingarnir. Evnafrøði eitur eisini kemi. Tað kemur av "chem", ið merkir svørt mold. Soleiðis æt gamla Egyptaland. Nútíðar evnafrøði tók seg upp við fraklendinginum Antoine-Laurent de Lavoisier (1743-1794), sum var fyrstur at gera ástøði um andgerðir. Hetta var um 1790. Enski vísindamaðurin John Dalton (1766-1844) vísti í 1808 á, at evnabindingar eru samanrunnin frumevnisatom. Russarin Dmitri Ivanovich Mendeleev setti í 1871 frumevni í skeiðbundna skipan, sum vísir, hvussu ið tey líkjast í evnafrøðiligum eginleikum. Fyrr í tíðini søgdu granskarar, at fýra grundlutirnir eldur, jørð, vatn og luft vóru grundarlagið undir øllum heiminum. Nú á døgum siga vit, at allur heimurin er bygdur úr uml. 100 frumevnum og bindingum teirra millum. Evnafrøði er, sum navnið sigur, læran um øll hesi frumevni. Evnafrøðilig gransking er fyritreytin fyri nógvum av teimum hentu evnunum, sum vit brúka hvønn einasta dag, til dømis plasti. Sama er við øllum tí heilivági, sum er til taks nú á døgum. Í evnafrøðini verða atomini skrivað í stytting. Vatn hevur evnafrøðiliga formilin H2O. Tað sigur okkum, at vatnmýli eru tvey vatnevnisatom (H er stytting fyri hydrogen) og eitt súrevnisatom (O er stytting fyri oxygen). Vatn hevur evnafrøðiliga formilin H2O, ið merkir, at eitt vatnmýl er samansett av tveimum hydrogenatomum og einum oxygenatomi. Týdningarmikil hugtøk. a>ir og hydroxid-ionir í løgnum verða til vatnmýl (H2O). 5. mai. 5. mai er dagur 125 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 126 um skotár). Tað eru 240 dagar eftur av árinum. 6. mai. 6. mai er dagur 126 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 127 um skotár). Tað eru 239 dagar eftur av árinum. 7. mai. 7. mai er dagur 127 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 128 um skotár). Tað eru 238 dagar eftur av árinum. 8. mai. 8. mai er dagur 128 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 129 um skotár). Tað eru 237 dagar eftur av árinum. Altjóða Reyða Kross dagur verður hátíðarhildin í dag. 9. mai. 9. mai er dagur 129 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 130 um skotár). Tað eru 236 dagar eftur av árinum. 10. mai. 10. mai er dagur 130 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 131 um skotár). Tað eru 235 dagar eftur av árinum. 11. mai. 11. mai er dagur 131 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 132 um skotár). Tað eru 234 dagar eftur av árinum. 12. mai. 12. mai er dagur 132 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 133 um skotár). Tað eru 233 dagar eftur av árinum. 13. mai. 13. mai er dagur 133 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 134 um skotár). Tað eru 232 dagar eftur av árinum. Runavíkar kommuna. Runavíkar kommuna er ein kommuna í Eysturoy í Føroyum. Runavíkar kommuna fevnir um bygdirnar Rituvík, Æðuvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lamba, Lambareiði, Søldarfjørður, Skipanes, Skálafjørður, Skála, Oyndarfjørður, Funningsfjørð, Funningur og Elduvík. Fólkatalið í Runavíkar kommunu var 1. januar 2005 3.642 íbúgvar. Í dag(2015) er íbúgvaratalið 3.794, sambært heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu. Býráðið 2013-2017. Runavíkar býráð er mannað av 11 limum. Til seinasta býráðsval í 2012 varð Magnus Rasmussen, lærarin og bóndin úr Lamba, stóri atkvøðuslúkarin. Hann varð tískil valdur til borgarstjóra og tók yvir frá fyrrverandi borgarstjóranum Hans Jacob Lamhauge. Men tann 1.Januar 2016 gavst Magnus sum borgarstjóri, vegna at hann varð valdur á ting, og tí tók táverandi varaborgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen yvir sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Hinir 9 býráðslimirnir eru: Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen, Kári E. Jacobsen, Jónleyg Hammer, Terje B. Vestergaard, Jónhard Danielsen, Hallur Ellingsgaard, Karl Rasmussen og Arnfinn Langaard. Sandavágs kommuna. Sandavágs kommuna, fyrrverandi kommuna í Føroyum. Sandavágs kommuna legði tann 1. januar 2009 saman við Miðvágs kommunu og varð til Vága kommunu. Sands kommuna. Sands kommuna, kommuna í Føroyum. Sands kommuna umfatar meginpartin av gomlu Sands bygd, ið upprunaliga fataði um hálva Sandoynna í vídd. Sjóvar kommuna. Sjóvar kommuna, kommuna í Føroyum. Sjóvar kommuna fevnir um bygdirnar Strendur, Innan Glyvur, Kolbanargjógv, Morskranes og Selatrað. Í kommununi búgva 1.043 fólk (48 % konufólk), harav 817 á Strondum (jan. 2005). Tann gamla Sjóvar sókn fevndi um bygdirnar Selatrað, Strendur, Skála og Skálafjørð. Av hesum bygdum er Skálafjørður tann yngsta. Hon er bygd onkuntíð í 1600-árunum. Fyri stívliga 100 árum síðan komu niðursetubygdirnar Morskranes og Innan Glyvur afturat. Tann nýggjasta niðursetubygdin er Kolbanargjógv sum kom fyri góðum 60 árum síðan. Navnið Sjóvar sókn kemur av býlinginum við Sjógv á Strondum, tí har stendur kirkjan sum nú er, og har hava kirkjur undan hesari staðið í fleiri hundrað ár so langt aftur, sum søguligar keldur røkka. Kirkjan við Sjógv var einasta kirkjan í sóknini heilt upp til okkara tíð. Kirkjan sum nú er, varð bygd í 1834. Á Selatrað kom kirkja í 1927, og á Skála í 1940. Hvussu gomul Sjóvar sókn og Strendur eru vita vit ikki, menn vilja verða við at vit skullu í hvussu so er aftur í 15. øld. 1. januar 1952 fór Sjóvar sókn í tvíningar, og Skála og Skálafjørður fóru burturúr og gjørdust sjálvstøðug kommuna við heitinum "Skála kommuna". Sjóvar sókn varðveitti sítt gamla navn eftir sundurbýtið, nú við bygdunum Innan Glyvur, Strendur, Kolbanargjógv, Morskranes og Selatrað. Til kommununa hoyra uml. 70 merkur í jørð. Á Strondum eru 19 7/8 mk.ogn og 20 1/4 mk. landsjørð. Á Selatrað eru 8 merkur ogn og 22 merkur landsjørð. Skálavíkar kommuna. Skálavíkar kommuna, kommuna í Sandoy í Føroyum. Skopunar kommuna. Skopunar kommuna, kommuna í Sandoynni. Skúvoyar kommuna. Skúvoyar kommuna, kommuna í Føroyum. Í Skúvoyar kommunu, sum fevnir um bygdirnar og oyggjarnar Skúvoy og Stóru Dímun, búgva umleið 80 fólk. Av hesum búgva umleið 75 í Skúvoy. Við til Skúvoyar kommunu hoyrir Stóra Dímun, sum er 2,65 km2 til víddar og er 395 m. høg. Sunda kommuna. Sunda kommuna er ein kommuna í Føroyum. Sunda kommuna er úrslitið av einum samstarvi millum kommunurnar í Sundalagnum í mong ár. Talan var tá um Hósvíkar-, Hvalvíkar-, Haldórsvíkar- og Sunda kommunur. Hetta samstarv var longi skipað í einum kommunufelagsskapi, men í 2003 varð hildið, at tíðin var búgvin at leggja saman í eina felags kommunu, saman við bygdunum Gjógv og Saksun. Við fólkaatkvøðu í øllum bygdum var uppskotið um samanlegging samtykt, og 1. januar 2005 fór nýggja kommunan til verka. Bygdirnar fram við Sundalagnum hava eina langa og ríka søgu. Markatalsbygdirnar eru Hósvík (19 merkur), Hvalvík (24 merkur), Streymnes (12 merkur), Saksun (29 merkur og 8 gyllin), Haldórsvík (12 merkur), Tjørnuvík (24 merkur), Oyri (12 merkur), Norðskáli (4 merkur) og Gjógv (15 merkur). Í mangar øldir, tá landbúnaðurin var høvuðsálitið, var tætt samanhang millum markatal og fólkatal. Tá fiskivinnan so við og við mentist í 19. øld, fyrst við útróðri og síðan við sluppfiskiskapi, broyttist hetta mynstur tó. Í hesum tíðarskeiði vaks fólkatalið nógv, og hóast inntøkurnar meira og meira komu frá fiskivinnuni, var jarðarbrúkið enn ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu. Tí vóru eisini nógv gerði løgd inn burturav haganum, serliga aftaná at myndugleikarnir góvu heimild fyri hesum í seinnu helvt av 19. øld og aftur við lógini frá 1938. Sundið millum Eysturoynna og Streymoynna hevur ikki skilt bygdirnar frá hvørji aðrari, men heldur verið leiðin, sum fólk ferðaðust eftir, tá tey fóru á vitjan og tá tað ráddu um onnur ørindi. Tí ber til at siga, at hóast bygdirnar livdu sítt sjálvstøðuga lív, vóru eisini bond, sum bundu tær saman, í gaman og í álvara. Ein góð lýsing av hesum viðurskiftum er at lesa í bókini Á bygd fyrst í tjúgundu øld eftir víkamanninum Sámali Johansen. Tá Brúgvin um Streymin var tikin í nýtslu í 1973 og í 1976 Norðskálatunnilin, broyttust fortreytirnar hjá økinum grundleggjandi. Frá at vera ein heldur avsíðis partur í landinum, gav henda nýggja meginferðsluæðrin øktar møguleikar fyri vinnulívinum, umframt ferðingarmøguleikar fyri tey, sum eitt nú starvast í Havn ella á Skálafjørðinum.Við nýggju, samanløgdu Sunda kommunu er høvuðsætlanin, at Sundalagið skal taka tey tungu tøkini í felag, og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan, sum kommunustýrið setur út í kortið. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd, ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum. Við nýggju, samanløgdu Sunda kommunu er høvuðsætlanin, at Sundalagið skal taka tey tungu tøkini í felag, og menna alt økið eftir eini miðvísari ætlan, sum kommunustýrið setur út í kortið. Á henda hátt verður støði lagt undir eina menningartilgongd, ið svarar til tey krøv, sum samtíðin setur okkum. Svínoyar kommuna. Svínoyar kommuna, kommuna í Føroyum. Eftir komandi bygdaráðsval verður Svínoyar kommuna løgd saman við Klaksvíkar kommunu. Sáttmálin um samanleggingina varð undirskrivaður 16. apríl 2008 og kemur í gildi eftir komandi bygdaráðsval. Sørvágs kommuna. Sørvágs kommuna, kommuna í Føroyum. Harafturat liggur útdeyða bygdin Víkar í Sørvágs haga. Tvøroyrar kommuna. Tvøroyrar kommuna er kommuna í Føroyum. Í Tvøroyrar kommunu eru í dag 4 bygdir; Froðba, Tvøroyri, Trongisvágur og Øravík. 1. september 2006 búðu 1.821 fólk í Tvøroyrar kommunu. Vágs kommuna. Vágs kommuna, kommuna í Suðuroynni í Føroyum. Vágs kommuna fevnir um Vág, Nes og Fámara. Borgarstjóri tíðarskeiðið 2013-2016 er Dennis Holm, varaborgarstjóri er Eydis Kjærbo. Fólkatalið í Vágs kommunu var 1.381 hin 1. januar 2012. Býráðslimir síðan 1907. Fyrst í 20. øld vóru kommunuvalini í Føroyum í januar /februar og teir valdu kommunustýrislimirnir sótu frá 1.januar árið eftir og til 31.desember fjórða árið, sum valið til næsta valskeið hevði verið í januar /februar. Kommunustýrislimir, sum vórðu valdir t.d. 12. februar 1910, sótu frá 1. januar 1911, teir sum vórðu valdir 26. januar 1914 sótu frá 1. januar 1915 og soleiðis fram. Niðanfyri sæst yvirlit yvir býráðslimir/sóknarstýrislimir í Vágs kommunu, síðan kommunan varð stovnað í 1907. 1.1.1947 - 31.12.1950. (Við løgtingslóg nr. 61 frá 2. desember 1949 varð vallógin til kommunuvalini broytt soleiðis, at valið fór fram í november/ desember, og tikið var við 1. januar árið eftir. T.d. var val 1. desember 1950, nývalda sóknarstýrið tók við 1. januar 1951) 1.1.1971 – 31.12.1974. (Valið fór fram í des 1974, og nýggja býráðið tók við 1.1.1975, men longu í des. 1976 var aftur val, og nýggju limirnir tóku við 1.1.1977. Síðani hava býráðini sitið í 4 ár) 1.1.1993 – 31.12.1996. a> í 2013. Hann var býráðslimur frá 1993 til 2012, harav var hann eisini býráðsformaður frá 1993 til 2004. 1.1.2005 - 31.12.2008. Kirstin Strøm Bech var borgarstjóri í Vágs Býráð frá 1. jan. 2005 til 31. des. 2012. Vestmanna kommuna. Vestmanna kommuna, kommuna í Streymoynni. Viðareiðis kommuna. Viðareiðis kommuna, kommuna á Viðoynni. Viðareiði er einasta bygdin á oyggjinni. 14. mai. 14. mai er dagur 134 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 135 um skotár). Tað eru 231 dagar eftur av árinum. 15. mai. 15. mai er dagur 135 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 136 um skotár). Tað eru 230 dagar eftur av árinum. Dagurin kallast eisini halvarðsøka eftir norska halgimenninum Hallvarði. Sagt verður, at ternan kemur á halvarðsøku. 18. desember. 18. desember er dagur 352 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 353 um skotár er). 13 dagar eru eftir av árinum. 16. mai. 16. mai er dagur 136 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 137 um skotár). Tað eru 229 dagar eftur av árinum. 17. mai. 17. mai er dagur 137 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 138 um skotár). Tað eru 228 dagar eftur av árinum. Dagurin í dag er tjóðardagur Noregs. 18. mai. 18. mai er dagur 138 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 139 um skotár). Tað eru 227 dagar eftur av árinum. 17. desember. 17. desember er dagur 351 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 352 um skotár er). 14 dagar eru eftir av árinum. 16. desember. 16. desember er dagur 350 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 351 um skotár er). 15 dagar eru eftir av árinum. 15. desember. 15. desember er dagur 349 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 350 um skotár er). 16 dagar eru eftir av árinum. 14. desember. 14. desember er dagur 348 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 349 um skotár er). 17 dagar eru eftir av árinum. Dagurin er altjóða diabetesdagur. 13. desember. 13. desember er dagur 347 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 348 um skotár er). 18 dagar eru eftir av árinum. Dagurin í dag kallast Luciadagur'". 2. august. 2. august er dagur 214 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 215 um skotár er). 151 dagar eru eftir av árinum. 3. august. 3. august er dagur 215 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 216 um skotár er). 150 dagar eru eftir av árinum. 1. desember. 1. desember er dagur 335 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 336 um skotár er). 30 dagar eru eftir av árinum. 2. desember. 2. desember er dagur 336 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 337 um skotár er). 29 dagar eru eftir av árinum. 3. desember. 3. desember er dagur 337 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 338 um skotár er). 28 dagar eru eftir av árinum. 3. desember er altóða dagur fyri brekað. 4. desember. 4. desember er dagur 338 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 339 um skotár er). 27 dagar eru eftir av árinum. 5. desember. 5. desember er dagur 339 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 340 um skotár er). 26 dagar eru eftir av árinum. 6. desember. 6. desember er dagur 340 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 341 um skotár er). 25 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast Niklasarmessa. 7. desember. 7. desember er dagur 341 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 342 um skotár er). 24 dagar eru eftir av árinum. 8. desember. 8. desember er dagur 342 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 343 um skotár er). 23 dagar eru eftir av árinum. 9. desember. 9. desember er dagur 343 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 344 um skotár er). 22 dagar eru eftir av árinum. 10. desember. 10. desember er dagur 344 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 345 um skotár er). 21 dagar eru eftir av árinum. Dagurin er altjóða mannarættindadagur. 11. desember. 11. desember er dagur 345 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 346 um skotár er). 20 dagar eru eftir av árinum. 12. desember. 12. desember er dagur 346 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 347 um skotár er). 19 dagar eru eftir av árinum. 20. mai. 20. mai er dagur 140 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 141 um skotár). Tað eru 225 dagar eftur av árinum. 21. mai. 21. mai er dagur 141 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 142 um skotár). Tað eru 224 dagar eftur av árinum. 19. mai. 19. mai er dagur 139 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 140 um skotár). Tað eru 226 dagar eftur av árinum. 22. mai. 22. mai er dagur 142 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 143 um skotár). Tað eru 223 dagar eftur av árinum. 23. mai. 23. mai er dagur 143 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 144 um skotár). Tað eru 222 dagar eftur av árinum. 24. mai. 24. mai er dagur 144 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 145 um skotár). Tað eru 221 dagar eftur av árinum. 25. mai. 25. mai er dagur 145 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 146 um skotár). Tað eru 220 dagar eftur av árinum. Hesin dagurin verður roknaður sum fyrsti summardagur. 26. mai. 26. mai er dagur 146 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 147 um skotár). Tað eru 219 dagar eftur av árinum. 27. mai. 27. mai er dagur 147 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 148 um skotár). Tað eru 218 dagar eftur av árinum. 28. mai. 28. mai er dagur 148 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 149 um skotár). Tað eru 217 dagar eftur av árinum. 29. mai. 29. mai er dagur 149 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 150 um skotár). Tað eru 216 dagar eftir av árinum. 30. mai. 30. mai er dagur 150 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 151 um skotár). Tað eru 215 dagar eftur av árinum. 31. mai. 31. mai er dagur 151 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 152 um leypár). Tað eru 214 dagar eftur av árinum. 4. august. 4. august er dagur 216 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 217 um skotár er). 149 dagar eru eftir av árinum. 5. august. 5. august er dagur 217 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 218 um skotár er). 148 dagar eru eftir av árinum. 30. november. 30. november er dagur 334 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 335 um skotár er). 31 eru dagar eftir av árinum. Dagurin kallast eisini andrasarmessa, sum er minningardagur fyri lærusveinin Andrias í Nýggja Testamenti. 29. november. 29. november er dagur 333 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 334 um skotár er). 32 eru dagar eftir av árinum. 28. november. 28. november er dagur 332 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 333 um skotár er). 33 eru dagar eftir av árinum. 27. november. 27. november er dagur 331 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 332 um skotár er). 34 eru dagar eftir av árinum. 26. november. 26. november er dagur 330 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 331 um skotár er). 35 eru dagar eftir av árinum. 25. november. 25. november er dagur 329 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 330 um skotár er). 36 eru dagar eftir av árinum. 24. november. 24. november er dagur 328 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 329 um skotár er). 37 eru dagar eftir av árinum. 23. november. 23. november er dagur 327 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 328 um skotár er). 38 eru dagar eftir av árinum. Dagurin kallast bæði Veðurlambsmessa og Klæmintsmessa og verður roknaður sum 1. vetrardagur. 22. november. 22. november er dagur 326 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 327 um skotár er). 39 eru dagar eftir av árinum. 21. november. 21. november er dagur 325 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 326 um skotár er). 40 eru dagar eftir av árinum. Dagurin kallast eisini Mariu offurgerð til minnis um, at foreldur Mariu, móðir Jesusar, leiddu hana niðan í templið. 20. november. 20. november er dagur 324 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 325 um skotár er). 41 eru dagar eftir av árinum. Dagurin er Altjóða barnarættindadagur. 19. november. 19. november er dagur 323 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 324 um skotár er). 42 eru dagar eftir av árinum. 18. november. 18. november er dagur 322 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 323 um skotár er). 43 eru dagar eftir av árinum. Norðurlond. Kort yvir Norðurlond (trýst á myndina) Norðurlond eru norðasti parturin av Evropa. Tey eru eystanífrá Finnland, Áland, Svøríki, Danmark, Noreg, Føroyar, Ísland og Grønland. 3 av hesum londum hoyra tó til onnur lond, tó við ávísum heimastýri. Soleiðis hoyrir Áland til Finnland, og Føroyar og Grønland hoyra til Danmark. Svalbarð, Bjarnoyggin og Jan Mayen eru norskar oyggjar uttan sjálvstyri. Fólkið. Norðurlond eru millum heimsins bestu lond at búgva í. Ikki bert fyri ríkfólk, men eisini fyri vanlig fólk, sum ikki flóta í pengum. Eisini fyri tey, sum í longri ella stryttri tíðarbil av einhvørji orsøk ikki hava nokk til dagin og vegin. Ein fyritreyt fyri hesum er, at ein óskrivaður sáttmáli er millum ættarliðini, har tey yngru gjalda, so eldri kunnu leggja frá sær uttan at sita við ongum. 6. august. 6. august er dagur 218 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 219 um skotár er). 147 dagar eru eftir av árinum. 7. august. 7. august er dagur 219 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 220 um skotár er). 146 dagar eru eftir av árinum. 8. august. 8. august er dagur 220 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 221 um skotár er). 145 dagar eru eftir av árinum. 9. august. 9. august er dagur 221 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 222 um skotár er). 144 dagar eru eftir av árinum. 10. august. 10. august er dagur 222 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 223 um skotár er). 143 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini lavrasmessa. 11. august. 11. august er dagur 223 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 224 um skotár er). 142 dagar eru eftir av árinum. 12. august. 12. august er dagur 224 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 225 um skotár er). 141 dagar eru eftir av árinum. 13. august. 13. august er dagur 225 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 226 um skotár er). 140 dagar eru eftir av árinum. 14. august. 14. august er dagur 226 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 227 um skotár er). 139 dagar eru eftir av árinum. 15. august. 15. august er dagur 227 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 228 um skotár er). 138 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini Mariumessa; mariumessurnar eru fleiri, og tí verður henda rópt "mariumessa í hoyna". 16. august. 16. august er dagur 228 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 229 um skotár er). 137 dagar eru eftir av árinum. 17. august. 17. august er dagur 229 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 230 um skotár er). 136 dagar eru eftir av árinum. Gabon og Indonesia halda tjóðardag 17. august. 18. august. 18. august er dagur 230 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 231 um skotár er). 135 dagar eru eftir av árinum. 19. august. 19. august er dagur 231 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 232 um skotár er). 134 dagar eru eftir av árinum. 20. august. 20. august er dagur 232 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 233 um skotár er). 133 dagar eru eftir av árinum. Henda dag verður sagt, at ritan fer úr bjørgunum. 21. august. 21. august er dagur 233 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 234 um skotár er). 132 dagar eru eftir av árinum. 22. august. 22. august er dagur 234 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 235 um skotár er). 131 dagar eru eftir av árinum. 27. august. 27. august er dagur 239 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 240 um skotár er). 126 dagar eru eftir av árinum. Henda dag verður sagt, at "ljósu næturnar enda". 28. august. 28. august er dagur 240 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 241 um skotár er). 125 dagar eru eftir av árinum. 29. august. 29. august er dagur 241 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 242 um skotár er). 124 dagar eru eftir av árinum. 30. august. 30. august er dagur 242 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 243 um skotár er). 123 dagar eru eftir av árinum. 31. august. 31. august er dagur 243 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 244 um skotár er). 122 dagar eru eftir av árinum. 17. september. 17. september er dagur 260 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 261 um skotár er). 105 dagar eru eftir av árinum. Dagurin eitur "Lambertus". Lambertus var biskupur í Maastricht í Hálandi. Varð dripin av aðalsmonnum, tí at hann setti at teimum fyri ólevnað. Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs og Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens verða handaðar henda dagin ella fáar dagar áðrenn ella aftaná. 17. september er dagurin, tá M.A. Jacobsen, ið virðislønirnar eru uppkallaðar eftir, varð føddur. 1. september. 1. september er dagur 244 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 245 um skotár er). 121 dagar eru eftir av árinum. 2. september. 2. september er dagur 245 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 246 um skotár er). 120 dagar eru eftir av árinum. 3. september. 3. september er dagur 246 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 247 um skotár er). 119 dagar eru eftir av árinum. 4. september. 4. september er dagur 247 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 248 um skotár er). 118 dagar eru eftir av árinum. 5. september. 5. september er dagur 248 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 249 um skotár er). 117 dagar eru eftir av árinum. 6. september. 6. september er dagur 249 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 250 um skotár er). 116 dagar eru eftir av árinum. 26. september. 26. september er dagur 269 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 270 um skotár er). 96 dagar eru eftir av árinum. 25. september. 25. september er dagur 268 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 269 um skotár er). 97 dagar eru eftir av árinum. 24. september. 24. september er dagur 267 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 268 um skotár er). 98 dagar eru eftir av árinum. 23. september. 23. september er dagur 266 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 267 um skotár er). 99 dagar eru eftir av árinum. 13. september. 13. september er dagur 258 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 259 um skotár er). 107 dagar eru eftir av árinum. 8. september. 8. september er dagur 253 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 254 um skotár er). 112 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini Mariumessa og er sostatt ein av mongum mariumessum. Eisini heitið dilkadagur er knýtt at hesum degi. 7. september. 7. september er dagur 252 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 253 um skotár er). 113 dagar eru eftir av árinum. 22. september. 22. september er dagur 265 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 266 um skotár er). 100 dagar eru eftir av árinum. 12. september. 12. september er dagur 257 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 258 um skotár er). 108 dagar eru eftir av árinum. 11. september. 11. september er dagur 256 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 257 um skotár er). 109 dagar eru eftir av árinum. 10. september. 10. september er dagur 255 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 256 um skotár er). 110 dagar eru eftir av árinum. 9. september. 9. september er dagur 254 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 255 um skotár er). 111 dagar eru eftir av árinum. 19. september. 19. september er dagur 262 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 263 um skotár er). 103 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini tampardagur. 21. september. 21. september er dagur 264 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 265 um skotár er). 101 dagar eru eftir av árinum. Dagurin er altjóða alzheimerdagur. 18. september. 18. september er dagur 261 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 262 um skotár er). 104 dagar eru eftir av árinum. 20. september. 20. september er dagur 263 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 264 um skotár er). 102 dagar eru eftir av árinum. 30. februar. 30. februar er ikki við í gregorianska kalendaranum, men hevur verið nýttur í Svøríki og Russlandi. Fótbóltur. Fótbóltur er ein ítróttargrein, har tvey lið við ellivu leikarum stríðast fyri at skjóta flest mál ímóti hvørjum øðrum. Fótbóltur er tann ítróttargrein, ið flest fólk í øllum heiminum hyggja at, og hann er liðítróttin, ið flest íðka. Vit spæla fótbólt við tí runda bóltinum - evropeiskur fótbóltur, - men í amerikonskum fótbólti brúka teir ein avlangan bólt. Rugby-leikarar brúka eisini avlangan bólt. Hesin fótbóltur, rugby, verður mest leiktur í Avstralia, Nýsælandi, og Stórabretlandi. Fótbóltur, sum vit vita um hann hann í Føroyum, verður leiktur á altjóða stigi í fleiri enn 209 londum í 2014. Heimsmeistara-kappingar eru fjórða hvørt ár, og í ymsu heimspørtunum eru á hvørjum ári meistarar og steypvinnarar í hesum kappingum. Fótbóltur er olympisk ítróttargrein, men nú eru bara U-21 liðini í hesari kappingini. Evropeiskur fótbóltur er sprottin úr einum bóltspæli, sum varð leikt í Bretlandi í miðøld. Tað var eitt sera harðligt spæl og í 15. øld varð tað bannað. Í evropeiskum fótbólti eru 11 leikarar á hvørjum liðnum. Ein bretsk nevnd ger reglurnar, og henda nevndin hevur sitið síðan 1885. Í spælinum skal fótbólturin verða skotin í málið hjá mótstøðuliðnum, men bara við fótunum, kroppinum ella høvdinum. Einasti leikari, ið kann brúka hendurnar, er málmaðurin. Ein dystur eru tveir hálvleikir, sum eru 45 minuttir hvør. Steðgurin er 10-15 minuttir. Ein dómari stýrir dystinum, og tveir linjuverjar hjálpa honum. Liðið, ið fær flest mál, vinnur. Fyrsta føroyska fótbóltsfelagið var TB, stovnað 13. mai í 1892. Vøllurin. Evropeiski fótbóltsvøllurin er vanliga snøgt kliptur grassvøllur, 50-90 metrar breiður. Tó at teir kunnu vera ymiskir til breiddar og longdar, eru málteigur og brotsteigur og miðringurin altíð eins stórir. Málini eru 2,444 m. høg og 7,32 m. breið. Landafrøði. Landafrøði er læran um heimsins yvirflatu. Hetta umfatar politiskar eindir, t.e. lond, veðurlag, jarðfrøði og onnur fyribrygdi, ið hava við heimsins yvirflatu at gera. Fyri at halda skil á landafrøðini, og fyri lættliga at kunna ferðast á yvirflatuni á jørðini, er korttekning ein partur av landafrøðini. Ígjøgnum heimssøguna hava royndir verið gjørdar at tekna heimskort, men tað er ikki fyrr enn við menningini av tøkni, at góð og álítandi kort eru gjørd, t.d. við fylgisveinatøkni. Men hóast dagins tøkni kemur enn fyri, at gamlar upplýsingar, ið fyrr vóru mettar at vera álítandi, verða broyttar eftir nýggjar uppmátingar. Seinastu árini hava fleiri fjøll í Føroyum broytt hædd umframt at oyggjar eru vaksnar ella minkaðar í eygunum hjá landafrøðini. Asia. Asia ella Ásia er mittasti og eystasti partur av Evrasialandmassanum og fæst við at taka Evropa frá Evrasia. Veruliga markið millum Evropa og Asia er ikki heilt greitt allýst, men gongur ígjøgnum Dardanellusundið, Marmarahavið, Bosporussundið, Svartahavið, Kavkasusfjallaryggin (summi siga Kuma-Manych lægdina), Kaspiska havið, Uralánna (summi siga Embaánna), Uralfjøllini til Novaja Zemlja. Umleið 60 % av øllum heimsins íbúgvum búgva í Asia. Asia, ið er av ísakalda, Norðurkolli og væl suður um heita Miðkring, er nógv tann størsti heimsparturin, og í ongum øðrum heimsparti eru so mong og høg fjøll. Stórir partar av meginlandinum eru berligir og oydnir. Norðanfyri eru ísoyðurnar í Sibiria, í Útsynnings- og Miðasia stórar oyðimerkur, og norðan fyri Himaleiafjøll kaldi, veðurbardi Tibetháslættin. Men í Asia eru eisini nakrir av fruktabestu lágslættunum í heiminum, og har eru eisini stórar áir, t.d. Mekong, Indus og Evfrat. Í Landsynningsasia eru nógv fjøll og stórir tropuregnskógir, har er satt dýra- og fuglameingi. Eystur úr meginlandinum, báðu megin Miðkring, eru túsundtals stórar og smáar oyggjar. Landafrøði. Í mestsum øllum Sibiria, ið er russiski parturin í Asia, er bítandi kalt um veturin. Norðari partur eru frostmýrar (tundra); her hevur jørðin nógvastaðni verið fryst síðan seinastu ístíð. Í Sibiria eru nógv ráevni, t.d. gull, olja, uran og gimsteinar. Sunnan fyri frostmýrarnar er heimsins størsti nálaskógur (teiga), og syðri eru turru grasfløturnar, steppur, ið eru besta landbúnðarjørðin í Russlandi. Størsta áin í Kina, Chang Jiang, rennur vestan úr Tanggulafjøllum á Tibetháslættanum og eystur ígjøgnum óført fjallalendi. Seinasta teinin rennur hon ígjøgnum Stóra Kinaslættan og út í Eysturkinahav. Hitalagið í Takla Makanoyðimørk og Gobioyðimørk er øðrvísi enn í flestu oyðimørkum: summarið er ógvuliga heitt, og veturin er bítandi kaldur. Har er mest berur klettur og ovurstórir sandheyggjar. Har er næstan eingin gróður uttan í áardølunum, sum í Takla Makanoyðimørkini. Nøkur dýr liva kalda veturin av í Gobioymørk, t.d. villir kamelar. Himaleiafjøll eru sum ein ovurstórur og høgur múrur ímillum India og Tibet. Fjøllini eru kavatakt alt árið, og her er hægsta fjall í heiminum, Mount Everest. Fjøllini vórðu til fyri um 50 milliónum árum síðan, tá ið Indiapláta stoytti saman við Evrasiaplátu. Sum pláturnar stoyttu saman, var rondin á Indiaplátu kroyst inn undir Evrasiaplátu, og havbotnurin ímillum teirra varð faldaður saman og trýstur upp til tað, ið nú er Himaleiafjøll. So ofta goysir við strendurnar og í oyggjunum í vestara parti í Kyrrahavi, at økið stundum verður kallað Eldkringur. Viðgitnasta gosið var í 1883 í oynni Krakatoa vestan fyri Java. Meginparturin av oynni sprongdist í luftina, og spreingingin var so hørð, at dunið hoyrdist heilt suður til Avstralia. Í 1928 fór aftur at goysa í somu oyggj. Gosfjallið varð nevnt Anak Krakatoa, ið er "sonur Krakatoa". Fólkið. Asia er nógv fjøldbygdasti heimspartur, og ongastaðni eru mentanirnar so ymiskar og fjølbroyttar. Mangar siðmenningar eru fleiri túsund ára gamlar. Tað var í Asia, at fyrstu býirnir og fyrstu skriftmálini - neyvt søguligt samband er ímillum bæði - vórðu til. Fyri fleiri enn 5.000 árum síðan vóru fyrstu býirnir bygdir við áirnar Evfrat og Tigris; Bábylon var ein teirra. Í Bíbliuni verður hetta landið nevnt Mesopotámia. Nú á døgum búgva tveir triðingar av fólkinum í heiminum í Asia, tey flestu fyri sunnan og eystan í heimspartinum. Hóast meginparturin av fólkinum eru bøndur, vaksa býirnir ógvuliga skjótt. Fyrstu siðmenningarnar tóku seg upp í áardølunum í Asia í tí landøki, ið verður nevnt Fruktagóði Hálvkringurin, sum er í ein bug úr Persaflógva og vestur í Miðjarðarhav. Mangir býir her hava søgu, ið gongur mong túsund ár aftur í tíðina. Meginparturin av fólkinum í Asia býr enn á bygd og livir mest av landbúnaði, men býirnir vaksa skjótt. Í størstu býum í Asia búgva nú fleiri enn 10 milliónir fólk. Bæði hesir stórbýir og aðrir býir vaksa skjótt, tí alt fleiri fólk flyta av bygd til býirnar. Stórir partar í Miðeystri og Miðasia eru ógvuliga strálbygdir ella heilt oydnir fyri fólk, tí at har er ov turt ella ov kalt. Mesta fólkið býr í fruktagóðu áardølunum og á slættunum við strendurnar í Suður- og Vesturasia. Tá ið Hongkong og Singapor eru frá, er Bangladesj fjølbygdasta land í Asia, har búgva 830 fólk á hvørjum km2. Tvey av trimum fólkum í heiminum búgva í Asia. Sjey av 10 teimum fjølbygdastu londunum eru her, ovast eru Kina og India. Í hesum báðum londum eru 40% av øllum fólkum í heiminum. Í Kina er viðtikin lóg, ið sigur, at maður og kona mugu ikki eiga meira enn eitt barn, so her er fólkavøksturin minkaður, men í flestum londum í Asia fjølgast fólkið ógvuliga skjótt. Fyri ár 2000 búðu fleiri enn ein milliard fólk í India og um 200 milliónir fólk í Indonesia. Fyrstu búnaðarfólkini settust í búgv í fruktagóðu áardølunum, har væl lá fyri at dyrka jørðina. Tey fóru at arbeiða í felag og veittu vatn úr áunum á akrarnar. Áirnar hava enn stóran týdning fyri fólkið í Suður- og Vesturasia, tí at har fiska tey og fáa drekkivatn og vatn á akrarnar. Nógvastaðni eru áirnar byrgdar til tess at fáa ravmagn. Áirnar eru eisini týdningarmestu flutningsvegir í mongum londum. Helvtin av fólkinum í heiminum livir mest av rísi, og tí kann rístrot vera atvold til víðfevnda hungursneyð. Rísplantan, ið er úr Landsynningsásia, hevur verið dyrkað í eini 7.000 ár. Seinastu árini hava verið ald nýggj ríssløg at útvega mat til nógva fólkið í Asia, sum fjølgast í stórum. Hesi ríssløgini er úrslit av "grønu kollveltingini", har vísindaligur serkunnleiki og nýggj tøkni hava kynbøtt plantur, so at tær geva meiri av sær. Hóast summo lond í Asia, t.d. Japan og Kina, leingi hava verið sjálvstøðug lond, hava mong lond í heimspartinum ikki loyst frá gomlu hjálandaveldum sínum fyrr enn seinastu árini. Fyrst í 20. øld stóðu næstan alt Miðeystur, India og stórir partar í Landsynningsasia undir evropeiskum hjálandaveldum. Men sterkar tjóðskaparrørslur tóku seg upp í Asia, og londini vunnu sær frælsi aftur. Í mongum londum hevur stórur búskaparligur vøkstur verið seinastu árini; hetta hevur havt við sær størri nýtslu og stórar samfelagsligar broytingar. Mong gomul lond í Asia hátíðarhalda frælsisdag sín á hvøijum ári, eitt nú í Pakistan. Nøkur lond, til dømis India, vunnu sær frælsi við friðarligari mótstøðu, men í mongum londum vóru drúgv frælsiskríggj, til dømis í Burma. Hesi lond stríðast nú við at fáa eina tjóðskaparliga eindarkenslu at festa rót ímillum fólkið. Sovjetsamveldið var størsta ríki í heiminum. Í 1991 fór tað sundur í 15 sjálvstøðug lýðveldi, hvørt við sínari stjórn. Sjey av hesum lýðveldum eru í Evropa, hini átta í Asia. Nú lýðveldini ikki longur eru partur í einum ovurstórum, miðstýrdum búskapi, mega tey laga seg til viðurskifti og treytir á heimsmarknaðinum, og tað hevur ikki verið so lætt. Fall Sovjetsamveldisins hevði eisini við sær, at londini í Eysturevropa sluppu undan sovjetskum eftirliti. Allir stóru heimsátrúnaðirnir eru komnir upp í Asia: hinduisma, buddisma, jødadómur, kristindómur og islam. Atrúnaður hevur enn stóra ávirkan í Asia, og fólkið er gudrøkið. Atrúnaðirnir læra fólk at verða gávumild, ósjálvsøkin og hjálpsom, og at tað ræður ikki um at ríka seg upp avjarðligum ognum. Mangastaðni í gamla Sovjetsamveldinum stríðast fólkasløg hvørt ímóti øðrum. Í summum londum í russiska samveldinum eru mangir russar, onkustaðni eru teir um 40% av fólkinum. Annað dømi er Kekenia, har triðja hvørt fólk er russi. Síðan Sovjetsamveldið fall, hava kekenar stríðst fyri tjóðskaparligum frælsi, men Russland, ið er samveldisríki, er hart ímóti hesum. Teir kvíða fyri, at fer ein landspartur burturúr, verður alt tað russiska samveldið syndrað. Í asiatisku samfeløgunum nú á døgum er stríð ímillum siðbundna og jarðbundna lívsháttin, merktum av átrúnaði, og vaksandi kapitalistiska lívsháttin, merktum av vesturlendskum siðum og levnaði. So hvørt asiatisku londini loyva størri vesturlendskari ávirkan, veksur trýstið á gamla lívsháttin. Í Iran hevði hetta við sær, at átrúnaðarligu høvuðsmenninir við Khomeini Ayatollah á odda settu seg harðliga upp ímóti vesturlendsku ávirkanini; teir birtu í kollvelting, tóku valdið í landinum og settu á stovn muslimskt lýðveldið, stýrt eftir strongum islamiskum lógum. Søga. Áðrenn oljan varð funnin, vóru mong oyðimarkarlond í Miðeystri ógvuliga fátæk, men nú hevur oljan fullkomiliga broytt londini. Meiri enn helmingurin av allari olju í heiminum, funnin er higartil, og triðingurin av øllum gassi eru í Miðeystri. Olju- og gasssølan til lond um allan heimin hava gjørt londini ovurrík. Nýggir stásiligir býir eru bygdir, og mangir fremmandir verkamenn eru komnir higar at arbeiða. Í summum londum broytast viðurskiftini so líðandi, og hvørki harðlig mótmæli ella ófriður standast av tí. Í Japan var búskaparlig menning hildin at verða neyðug, so at landið ikki skuldi verða bundið at evropeiskum londum. Tí hevur Japan tikið eftir vesturlendskum búskapi, men roynir framvegis at stuðla og fjálga japanska mentan. Enntá Kina, sum í mong ár skúgvaði alla vesturlendska hugsan frá sær, tekur nú undir við kapitalistiskum búskapi. Seinastu nógvu árini hava mong lond í Asia havt Japan sum fyrimynd og hava ment ídnaðin nógv. Við tað at hetta hevur gingið so skjótt og við slíkari megi, hava hesi lond verið kallað tikaraveldini. Nógv bílig arbeiðsmegi og støðug politisk viðurskifti, tí stjórnir gera alt fyri at steðga øllum ófriði, hava fingið útlendskar fyritøkur at gera stórar íløgur í ídnaðin. Londini gera lidnar vørur, t.d. klæði, teldur og sjónvørp. Korini hjá konufólkum eru ógvuliga ymisk í so stórum heimsparti, alt eftir mentanarligu, átrúnaðarligu og politisku viðurskiftunum í londunum. Sumstaðni, t.d. Í India og islamsku londunum í Miðeystri, eru tað næstan bara mannfólkini, ið gera lønt arbeiði; men í muslimsku londunum í Landsynningsasia eru mong islamsk konufólk tó í løntum starvi. Aðrastaðni, sum í kommunistisku londunum Kina og Norðurkorea og í gomlu sovjetlýðveldunum, eru konufólkini tyðandi partur av arbeiðsmegini, og tey gera mestsum alt við hús eisini. Fall Sovjetsamveldisins hevur í vissum førum havt við sær, at flakkfólk í Miðasia eru farin at liva sum í gomlum døgum. Lutir, sum áður vórðu gjørdir á verksmiðjum, t.d. dúkurin, ið tjaldið varð klætt við innan, fingust ikki longur, og tey máttu sjálvi vevað dúkin. Somuleiðis hevur eisini verið við flutninginum. Seinastu árini hava mong flakkfólk flutt tjøld og aðra útgerð við lastbili; men nú trýtur brennievni, og tey eru aftur farin at nýta kamelar og ross. Chase. Chase er ein føroyskur rokkbólkur, sum varð stovnaður á heysti 1988. Uppruna-manningin var Edmund Jacobsen sang, Lehnert Kjeldsen gittar, Niclas Johannesen gittar, Mikkjal Joensen bassgittar, James Olsen trummur og Óli Olsen ljómborð. Bólkurin spældi nógvar væl vitjaðar konsertir fram til 1992, men var lagdur á ís í 1995. Í 2000 avgjørdu Edmund Jacobsen, Niclas Johannesen, Mikkjal Joensen og James Olsen at innspæla nýggja fløgu. Úrslitið var "Sum Tjóvur Á Nátt", ið kom út í 2001. Henda fløga var eins og tann fyrra ljóðblanda av Óla Poulsen, og mastrað av fyrrverandi guitarleikaranum í Chase, Lehnert Kjeldsen Tónleikur. Elsti tónleikurin man hava verið sangur hjá fyrstu menniskjunum. Tónleikur er tónar í eini heild av rytmu, tónalag og samljóði, leikur av tónum frá ljóðførum. Eisini nevndir musikkur. Tóni er regluligt sveiggj í luftini, sum tónleikari skapar við ljóðføri ella rødd. Títtari sveiggið er, hægri er tónin, og soleiðis ljóðar hann. Vanliga er nágreiniliga ásett, hvussu leingi tóni skal spælast ella syngjast. Hetta eitur taktin ella stevið í tónleikinum. Lagið er sett saman av tónum, stevi og hvussu tónarnir eru skipaðir sínaámillum. 17. øld. (16. øld - 17. øld - 18. øld) 17. øld var frá 1601 til 1700 í tí gregorianska kalendaranum. Týdningarmikil fólk. * 1949. 1949 (MCMXLIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1948. 1948 (MCMXLVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár og fyrsti dagurin var ein hósdagur. 1947. 1947 (MCMXLVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1946. 1946 (MCMXLVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. Júst á Húsum. Júst Olaf Jacobsen róptur Júst á Húsum (28. november 1860 í Tórshavn - 25. november 1932) var við til at seta Jólafundin í 1888. Hann varð valdur í Løgtingið fyri Suðurstreymoy í 1899 og sat har til 1903. Andrias Christian Evensen. Andrias Christian Evensen (6. desember 1874 á Viðareiði - 21. oktober 1917 í Keypmannahavn) var sóknarprestur. Saman vóru A.C. Evensen og Jákup Dahl millum teir ídnastu at fáa føroyskt mál alment viðurkent í Føroyum. Slóðir úteftir. Evensen, Andrias Christian Evensen, Andrias Christian Evensen, Andrias Christian Emilius Marius Georgius Løbner. Emilius Marius Georgius Løbner (1766 - 1849) var amtmaður í Føroyum frá 1816 til 1825. Tað var Løbner, sum í krígsárunum fyrst í 19. øld tók stig til at fáa eitt samlað yvirlit yvir fólkatalið og vinnumøguleikarnar hjá hvørjum einstakum húsarhaldi í landinum. Burturúr hesum arbeiði komu Løbners talvur í 1814, sum hava upplýsingar um fólkatal, jarðarogn, neytahald, seyðahald, kornvelting, bátatal, ull og fugl í øllum Føroyum. Í 1825 fór heilsan at bila hjá Løbner. Hann flutti av landinum, og Christian Tillisch varð settur sum fyribils amtmaður, og í 1828 varð hann tilnevndur amtmaður. Christian Ludvig Tillisch. Christian Ludvig Tillisch (28. juli 1797 - 13. september 1844) var amtmaður í Føroyum frá 1825 til 1830. Tillisch skipaði fyri, at skúli kom í Havn í 1826, bókasavn í 1828 og sjúkrahús í 1829. Í 1830 gjørdi hann tað fyri fyrstu ferð møguligt hjá fátækum fólki at leiga traðir, ikki bara í Havn, men eisini í teimum mongu niðursetubygdunum, sum komu hesi árini. Hann fór í annað starv í 1830, og bróðurin Frederik Tillisch kom í amtmansstarvið. Frederik Ferdinand Tillisch. Frederik Ferdinand Tillisch (15. apríl 1801 - 16. februar 1889) var amtmaður í Føroyum frá 1830 til 1837. Eitt tað fyrsta, sum Tillisch gjørdi, var at fáa sett á stovn Færø Amts Sparekasse í 1832, fyrsta fíggjarstovn í landinum. Sama ár kom eisini fyrsta grindareglugerðin; tað hava altíð verið reglur fyri, hvussu grind skuldi haldast til og hvussu grind skuldi býtast, men tær vóru ikki uppskrivaðar og tí ikki altíð so lættar at minnast til, serliga eftir at grindaloysi hevði verið í mong ár seinast í 18. øld. Carl Emil Dahlerup. Carl Emil Dahlerup (31. oktober 1813 í Hillerød - 21. juli 1890 í Odense) var amtmaður í Føroyum í tíðarskeiðnum 1848-1861. Hann var løgfrøðingur og hevði havt ymisk størv í almennari fyrisiting áðrenn hann kom til Føroya. Politiskt var hann høgrimaður. Christian Bærentsen. Christian Bærentsen (14. mai 1862 í Tórshavn - 6. januar 1944 í Frederiksberg) var amtmaður í Føroyum frá 1897 til 1911. Hann er einasti føroyingur, ið hevur røkt hetta starv. Bærentsen var ein av oddamonnunum í føroyska studentalívinum í Keypmannahavn í 1880-árunum og var við til at stovna Føroyingafelag í 1881. Løgmaður í Føroyum. #REDIRECT Løgmenn í Føroyum Cai A. Vagn-Hansen. Cai A. Vagn-Hansen (14. oktober 1911 í Keypmannahavn - 23. november 1990) var amtmaður í Føroyum frá 1945 til 1948, og ríkisumboðsmaður frá 1948 til 1954. Carl Aage Hilbert. Carl Aage Hilbert (27. mars 1899 í Keypmannahavn - 17. oktober 1953) var amtmaður í Føroyum frá 1936 til 1945. Hjalmar Ringberg. Hjalmar Ringberg (19. oktober 1889 - 7. september 1978) var amtmaður í Føroyum frá 1929 til 1936. Victor Stahlsmidt. Victor Stahlsmidt (føddur 25. mars 1884 í Århus, deyður 6. februar 1920) var amtmaður í Føroyum frá 1918 til 1920. Hann tók examen artium í 1901, og gjørdist cand.jur. í 1907. Hann starvaðist í danska Løgmálaráðnum 1909–1918, áðrenn hann varð settur í starv sum amtmaður í Føroyum. Peter Holten. Peter Holten (25. november 1816 í Keypmannahavn - 27. september 1897) var amtmaður í Føroyum frá 1861 til 1871. Hannes Kristján Steingrímur Finsen. Hannes Kristján Steingrímur Finsen (13. mai 1828 í Reykjavík - 18. november 1892 í Ribe) var amtmaður í Føroyum frá 1871 til 1884. Hann var eisini fúti í Føroyum frá 1858 til 1871. Finsen sat í løgtinginum, frá 1869 sum umboð fyri Suðurstreymoyar valdømi og frá 1871 sum fastur limur. Hann var faðir at Nobelvirðislønta læknanum Niels Ryberg Finsen og eisini Olaf Finsen. Lorentz Højer Buchwaldt. Lorentz Højer Buchwaldt (7. desember 1841 í Viborg í Danmark - 14. desember 1933) var amtmaður í Føroyum frá 1884 til 1897. Hann varð valdur í Løgtingið fyri Suðurstreymoy frá 1880 til 1882, og seinni møtti hann í Løgtinginum sim amtmaður. Svenning Rytter. Svenning Krag Nielsen Rytter (19. januar 1875 í Veddum við Hadsund - 7. september 1955 í Frederiksberg) var amtmaður í Føroyum frá 1911 til 1918. Elias Olrik. Elias Olrik (2. desember 1885 í Dalby - 28. januar 1975) var amtmaður í Føroyum frá 1920 til 1928. Maurentius Sofus Viðstein. Maurentius Sofus Viðstein (10. desember 1892 í Tórshavn - 17. mai 1971) var politikari og blaðmaður. Mikkjal á Ryggi. Mikkjal Dánjalsson á Ryggi (f. 17. oktober 1879 - d. 20. oktober 1956 í Tórshavn) var lærari búsitandi í Gásadali. Foreldur: Dánjal Pauli Michelsen og Maren Margrethe Petersen (1856-1897). Hann varð føddur í Miðvági. Sum ungur fór hann tveir vetrar til Danmarkar á fólkaháskúla. Hóast hann ikki var læraralærdur, starvaðist hann í mong ár sum lærari. Hann var virkin í politikki, bæði í sóknarstýrinum og í løgtinginum, har hann umboðaði Sjálvstýrisflokkin í 1920-árunum. Rithøvundastarv hansara fevndi millum annað um yrkingar, sálmaskaldskap, bygdarsøgu og skúlabøkur. Hann var okkara ídnasta sálmaskald. Hann skrivaði fyrstu føroysku bygdarsøguna. Hann lýsti arbeiðslívið bæði á sjógvi og landi. Hansara tokki til náttúruna sást aftur í skúlabókum um dýra og fuglalívið – umframt í hansara landalæru og í sálmum hansara og sangum yvirhøvur. Yrkingin "Lítla hara" stóð í savninum „Yrkingar,“ sum kom út í 1954. Kelda. Ryggi, Mikkjal á Ryggi, Mikkjal á Oliver Effersøe. Oliver Johan Thomas Ludvig Effersøe (20. mars 1863 á Tvøroyri - 8. mars 1933 í Charlottenlund, Danmark). Hann bleiv exam.juris. í 1882. Frá 1894 til 1920 var hann sýslumaður á Tvøroyri. Oliver Effersoe var politikari, hann sat í fleiri umførum í fólkatinginum og løgtinginum, sum umboð fyri Sambandsflokkin, og var eitt skifti formaður í flokkinum. Valdemar Lützen. Valdemar Lützen (8. oktober 1878 í Tórshavn - 9. november 1957) var keypmaður og bretskur konsul í Føroyum. Mads Andrias Winther (1813). Mads Andrias Winther (8. september 1813 í Tórshavn - 14. oktober 1879). Hann var sýslumaður á Sandoynni 1838–1877. Sat á Føroya Løgtingið umboðandi Sandoynna tíðarskeiðini 1852–1854 og 1861–1865. Mads Andrias Winther (1871). Mads Andrias Winther (føddur 23. november 1871 á Sandi, deyður 8. februar 1923 á Sandi) var ein føroyskur politikari og rithøvundur. Hann var borgarstjóri í Havn frá 1909 til 1913. Hann var løgtingslimur 1904-1923, tey fyrstu árini var hann valdur inn í Suðurstreymoyar valdømi (1904-18) og tey seinnu árini í Sandoyar valdømi (1918-23). Hann varð valdur inn fyri Sjálvstýrisflokkin, eftir at hann varð stovnaður í 1906. Mads Andrias fór til Havnar at ganga í realskúla bert 9 ára gamal. Eftir loknan skúla starvaðist hann í tvey ár hjá Sorinskrivaranum, síðan flutti hann heimaftur til Sands eina tíð tí honum longdist so illa til heimbygdina, har tókst hann við fyrifallandi arbeiði. Síðan fór hann á heysti 1890 á Vallekilde háskúla í Danmark. Eftir háskúlan flutti hann heimaftur til Sands, har hann búði eina tíð, og so flutti hann til Havnar, har hann fekk starv hjá Sorinskrivaranum og frá 1899 til 1916 var hann fulltrúi har. Í 1916 fekk hann starv sum sýslumaður á Sandoynni og flutti tí aftur til heimbygdina at búgva. Árini í Havn var hann sera virkin innan politiska og samfelagslívið har. Hann var undangongumaðurin og formaðurin í Havnar Bóltfelag tá tað bleiv stovnað í oktober 1904. Hann var eisini virkin í Havnar Ungmannafelag, og nógv av tí, ið hann skrivaði, kom út í blaðnum hjá Havnar Ungmannafelag, sum nevndist Baldursbrá. Harumframt skrivaði Petur Alberg niður fleiri av søgunum, ið Mads Andrias fortaldi munnliga í felagnum. Tað mesta av tí ið Mads Andrias skrivaði, varð útgivið eftir deyða hansara í Úrvalsrit, sum kom út í 1932. Útgivið. Winther, Mads Andrias Winther, Mads Andrias Petur Christiansen. Petur Christiansen (28. juli 1923 í Tórshavn - 9. mai 2006) var býráðsformaður í Tórshavn 1972 - 1980. Christiansen, Petur Peter F. Christiansen. Peter Ferdinand Christiansen (føddur 22. september 1923 í Tórshavn, doyði 2012) var blaðstjóri og politikari fyri Sambandsflokkin. Peter F. Christiansen fekk realprógv í 1939 og fekk seinni handilsskúlaútbúgving. Hann starvaðist í Landshandlinum p/f 1941-47 og var hann stjóri á Dimmalætting 1947-99. Hann sat í nevndini í Filmseftirlitinum 1976-96. Hann sat í Tórshavnar býráð árini 1965-1970 og 1976-1984, harav var hann borgarstjóri í kommununi 1968-1969. Peter F. Christiansen var løgtingslimur í 1966-1970 og varatingmaður í 1984. Í 1970-1975 var hann landsstýrismaður i fíggjar- og landbúnaðarmálum. Poul Michelsen. Poul Johan Sundberg Michelsen (føddur 22. juli 1944 í Tórshavn), vanliga nevndur Poul Michelsen, er stovnari og núverandi formaður fyri Framsókn, umframt vinnulívsmaður. Lívs- og vinnulig yrkisleið. Hann hevur útbúgving í handli og vinnulívi. Í 1974 setti hann á stovn vøruhandil í hjallaranum heima hjá sær sjálvum. Vøruhandilin mennist so mikið nógv, at í 1977 varð partafelagið P/F Poul Michelsen sett á stovn. Í 2015 starvaðust 60 fólk á PM Heilsølu, har Poul Michelsen framvegis er virkin sum forstjóri. Poul Michelsen hevur eisini verið Føroya meistari í badmintoni fleiri ár á rað. Politisk yrkisleið. Hann var býráðsformaður í Tórshavn 1980 - 1992. Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin frá 1984 til 1990 og aftur frá 2002. Næstformaður í Løgtinginum 1989 - 1990. Aðalkonsul fyri Finnland í Føroyum. 11. oktober 2010 valdi Poul Michelsen at melda seg úr Fólkaflokkinum. Stutta tíð seinni, á vári 2011, stovnaði hann saman við øðrum nýggja flokkin Framsókn, ið er ein liberalur tjóðskaparflokkur. Á løgtingsvalinum 2011 varð hann valdur á ting fyri Framsókn. Flokkurin fekk tvey umboð, hin tingmaðurin var Janus Rein, sum var nýggjur í politikki. Knapt eitt ár eftir valið, valdi Janus Rein tó at taka seg úr Framsókn og gjørdist leysgangari, og fór seinni í Fòlkaflokkin. Poul Michelsen gjørdist sostatt einasti løgtingsmaður fyri Framsókn eftir 6. oktober 2012. Á løgtingsvali 2015 varð Poul Michelsen valdur inn aftur á ting fyri Framsókn saman við Honnu Jensen. Hin 15. september 2015 gjørdist hann landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum. Tá tók Ruth Vang sæti fyri hann. Hin 17. september 2015, tá ið nevndarsessir í Løgtinginum skuldu býtast, gjørdist Annika Olsen, ið fór úr Fólkaflokkinum eina viku frammanundan, limur í Framsókn og gjørdist forkvinna í Fíggjarnevndini. Framsókn hevði harvið fingið 3 tinglimir á fyrsta sinni, og fyri fyrstu ferð í søgu Føroya, hevði Løgtingið fingið ein flokk við meir enn einum tinglimi ið bara vóru kvinnur. Torkil Nielsen. Torkil Nielsen (føddur 26. januar 1964) í Sandavági er fyrrverandi føroyskur fótbólsspælari og leikari á føroyska A-landsliðnum, hann er eisini telvari. A-landsliðsleikari, sum skoraði mál fyri Føroyar. Torkil Nielsen gjørdist víðakendur, tá hann skeyt tað avgerandi málið í dystinum, sum endaði við 1-0 sigri móti Eysturríki 12. september 1990 í Landskrona. Torkil leikti 18 A-landsdystir fyri Føroya og skoraði 2 mál. SÍF og FS Vágar leikari. Umframt at gera seg galdandi á A-landsliðnum, spældi Torkil Nielsen við SÍF og seinni við FS Vágar, eftir at SÍF og MB vóru løgd saman til eitt felagslið. Føroyameistari í Talv. Torkil er eisini telvari. Hann gjørdist føroyameistari í talv í 1984, 86 og 88. Torkil telvaði á føroyska talv landsliðnum í 1982 í Sveis, í 1984 og 88 í Thessaloniki í Grikkalandi. Familja. Tveir synir Torkils eru telvarar og fótbóltsleikarar eins og pápin. Tann eldri, Rógvi Egilstoft Nielsen (føddur 1992), vann FM í talvi í 2012 og luttók á føroyska talvlandsliðnum á Talv-OL í Turkalandi, hann fekk 4½ stig. Harafturat hevur Rógvi spælt 4 dystir á U19 landsliðnum í fótbólti hjá Føroyum. Yngri sonurin, Høgni Egilstoft Nielsen (føddur 1997) vann FM í talvi í apríl 2014 og setti tvey nýggj met, hann var yngsti telvari nakrantíð ið vann FM og hann var eisini einasti telvarin til tá, ið hevði megnað at vunnið øll talvini í einum talv føroyameistaraskapi. Høgni hevur spælt fleiri dystir á føroyska U17 landsliðnum í fótbólti. Ávísingar úteftir. Nielsen, Torkil Nielsen, Torkil Nielsen, Torkil Nielsen, Torkil Jens Pauli Heinesen. Jens Pauli Heinesen f. 12. november 1932 í Sandavági, deyður 19. juli 2011 í Tórshavn var føroyskur rithøvundur. Jens Pauli Heinesen vaks upp í Sandavági. Hann er læraralærdur, men gavst at arbeiða sum lærari í 1970. Síðan starvaðist hann sum høvundur burturav. Jens Pauli var ein av okkara virknasta rithøvundum og hevur m.a. skrivað mong stuttsøgusøvn, skaldsøgur og sjónleikir. Sum høvundur fevndi hann víða og lýsti m.a. bygdasamfelagið og býin, listamannin og samfelagið, barnið og tess heim og kærleikans torgongdu leiðir. Hann fekk fleiri virðislønir fyri sín skaldskap, fýra ferðir hevur hann fingið Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrarbókmentir og í 1999 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Jens Pauli var formaður fyri Rithøvundafelag Føroya 1968 - 1975. Hann giftist 11. august 1956 við Maud Brimheim úr Klaksvík, saman fingu tey tvær døtur: Elin og Marionnu. Elin Heinesen er m.a. er kend frá tónleikalívinum og frá tíðini, tá hon var stjóri á Samvit (Ferðaráðið). Stuttsøgur. Tórsh.: Blaðstarv, 1953. - 99 s. Tórsh.: [s. n.], 1958 [i.e. 1959]. - 164 s. Tórsh.: Egið forlag, 1967. - 103 s. Tórsh.: Egið forlag, 1969. - 152 s. Tórsh.: Egið forlag, 1971. - 112 s. Tórsh.: Egið forlag, 1974. - 151 s. Tórsh.: Gestur, 1978. - 180 s. Tórsh.: Gestur, 1978. - 166 s. Tvøroyri: Hestur, 1986. - 158 s. Tórsh.: Gestur, 1995. - 142 s. Keypmh.: Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1995. - 175 s. Drongurin, ið átti eina hvíta holu. Stuttsøgan er úr savninum Gestir, 1967. Sjónleikir. sjónleikur um Anniku í Dímun í trimum pørtum Tórsh., 1975. - [2], 74 bl. Tórsh.: Gestur, 1985. - 227 s. Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi - 1975 Vælkomnir, føringar, her í vási - 1978 Uppi í eini eikilund - 1969 Eitt dukkuheim: sjónleikur í trimum pørtum / Henrik Ibsen; Jens Pauli Heinesen føroyskaði Tórsh.: Jens Pauli Heinesen, 1984. - [2], 83 bl. Barnabøkur. Tórsh.: Føroya Lærarafelag, 1987. - 72 s. Ljóðbøkur. Gamansleikur 1 [ljóðbók]: søgur úr Krabburð; Oskar Hermansen og Páll Danielsen lesa Tórsh.: Ljóðbókanevndin, 2001. - 5 kassettubond í 1 húsa (Spælitíð: 5 t., 23 min.) Gamansleikur 2 [ljóðbók]; Oskar Hermansen lesur Tórsh.: Ljóðbókanevndin, 2000. - 5 kassettubond í 1 húsa (Spælitíð: 5 tímar, 43 min.) Nú ert tú mansbarn á foldum [ljóðbók]; Jens Pauli Heinesen lesur Tórsh.: Ljóðbókanevndin, 2001. - 6 kasettubond í húsa (Spælitíð: 7 tímar, 10 min.) Finst á spola á Føroya landsbókasavni Tey telgja sær gudar [ljóðbók]; Jens Pauli Heinesen lesur Finst á spola á Føroya landsbókasavni Onnur verk. Íkast til 1984: greinarøðin: Tann totaliteri staturin Tórsh.: Gestur, 1984. - 64 s. Greinarøðin áður prentað í Sosialinum, desember 1983 Sum dropar av blóð eru orð Tórsh.: Sprotin, 1995. - 212 s. Keypmh.: Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1998. - 423 s. Týðingar. Tórshavn: Føroya Lærarafelag í samarbeiði við Illustrationsforlaget, [1958]. - 24 s. (Glæstribøkurnar; 4) Tórsh.: Jens Pauli Heinesen, 1984, 83 bl.; 30 cm M. A. Jacobsens heiðursløn. Jens Pauli Heinesen hevur fleiri ferðir fingið Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrarbókmentir. Keldur. Heinesen, Jens Pauli J. P. Heinesen. #REDIRECT Jens Pauli Heinesen Eysturríki. Eysturríki er lýðveldi í Evropa. Í ein norðan hevur Eysturríki mark við Týskland og Kekkia, eystan við Slovakia og Ungarn, sunnan við Slovenia og Italia og vestan við Sveis og Liktinstein. Wien er høvuðsstaður Eysturríkis, og aðrir stórir býir eru Graz, Linz og Salzburg. Landið hevur umleið 8,9 mió. íbúgvar, og høvuðsmálið er týskt. Í langar tíðir var tað eitt av høvuðslondunum í Evropa. Keisarin i Eysturríki ráddí bæði fyri Ungarn, Kekkia, Slovakia, stórum parti av Jugoslavia og stórum parti av Póllandi. Aftan á Fyrra heimskriggið misti Eysturríki øll hjálondini. Í Seinna heimskrignum vóru summir býirí Eysturriki illa skaddir, og landið varð eftir tað, at kriggið endaði, hersett av teimum sameindu. Politikkur. Stýrismátin i Eysturríki er lýðveldi við einum forseta á odda. Landbúnaður. Eysturríki hevur frá gamlari tíð verið eitt búnaðarland, og enn livir nógv av fólkinum av jørðini. Á slættlendinum velta teir hveiti, rug, havra, mais og røtur; summir bøndur hava víngarðar. Neytahaldið er stórt. Nógvastaðni í hálendinum ber ikki so væl til at velta korn, men bøurin er grasgóður, so bøndurnir hava lagt seg eftir neytahaldi í staðin. Nógv av fólkinum, sum býr millum fjøllini, livir eisini av at fylgja ferðafólki ella arbeiðir á gistingarhúsum. Í summum bygdum gera teir træmyndir, dukkur o. a. at selja teimum fremmandu. Ídnaður. Jarnmálmur er í landinum, men lítið og einki kol; harafturímóti eru nógv stór elverk, so bæði tok og ídnaðarvirkir verða drivin við elmegi. Teir selja eisini streym út av landinum. Nærhendis Wien hava teir funnið olju, og hesar oljukeldurnar eru nú millum tær mest gevandi í Evropa. Ídnaðarvirkír eru nógv. Tað mesta, ið gjørt verður, er jamvara, men teir veva eisini nógv toy. Fólkið. Fólkið í Eysturríki er nær skylt við tað týska, og málið er týskt. Mesta av fólkinum er kalolikkar. Átrúnaður. Í januar 2011 vóru næstan 90 000 færri fólk limir í teirri katólsku kirkjuni í Eysturríki enn í 2010, og so nógv fólk eru ikki farin úr kirkjuni eftir einum ári síðani Seinna heimsbardaga. Kirkjumyndugleikarnir ivast ikki í, at tað eru nær nógvu frásagnirnar um kynsligan ágang í katólsku kirkjuni víða um heimin, sum hava fingið fólk at venda kirkjuni bakið. Søga og mentan. Eysturríki var einaferð miðdepil í stóra keisaraveldinum Esturríki-Ungarn. Í 1918 gjørdist Eysturíki sjálvstøðugt ríki. Vestari og mittasti partur í Eysturríki eru fjallalendi, men so lækkar landið so líðandi norðureystur á fruktagóða láglendið. Uppi í líðunum ganga neyt, seyður og geitir á biti, og fyri norðan er gott korn- og fruktlendi. Eysturríki er væl ment ídnaðarland, ið ger jarn, stál, maskinur og evnafrøðilig evni. Landið fór upp í ES í 1995. Markatal. Markatal er tal á mørkum, lutað út á ávísar - eldri - bygdir, nevndar markatalsbygdir Jákup Dahl. Jákup Dahl ella Jacob Dahl sum hann varð doyptur (føddur 5. juni 1878 í Vági, doyði 5. juni 1944 í Tórshavn) var próstur í Føroyum og ein av teimum fyrstu, sum týddu Bíbliuna til føroyskt. Eisini skrivaði hann ta fyrstu føroysku skúlabókina ("Føroysk mállæra til skúlabrúks"). Keypmanssonurin Jákup Dahl varð føddur suðuri í Vági í 1878. Í 1893 fór tann bert 15 ára gamli Jákup til Havnar at ganga á læraraskúla. Í 1897 fór Jákup til Danmarkar, har hann fyrst gekk á studentaskúla, og tvey ár seinni í 1899 byrjaði hann at lesa gudfrøði við "Lærda Háskúlan" í Keypmannahavn. Hann tók sítt embætisprógv í 1905. Í 1907-08 var hann lærari á háskúlanum í Karise á Sælandi. So fór Jákup Dahl heimaftur til Føroya og gjørdist lærari á Real- og Læraraskúlanum í Tórshavn. Um tað mundi var tað ikki loyvt at læra frá sær á føroyskum, men Jákup Dahl aktaði ikki boðini og tosaði við sínar føroysku næmingar á føroyskum, til hann fór frá í 1912. Sama ár varð Jákup Dahl settur sum prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Seks ár seinni í 1918, varð hann útnevndur til próst og sat í hesum starvi til hann doyði í 1944. Longu sum blaðungur var Jákup Dahl hugtikin av teimum tjóðskaparligu hugsjónunum. Sum so mangir aðrir prestar við honum – m.a. vinmaðurin frá studentatíðini og undanmaðurin í próstastarvinum A. C. Evensen (1874-1917) – ynskti Jákup Dahl at kirkjumálið varð umsett til føroyskt. Í 1918-19 hevði hann týtt ritualini, men orsakað av politiskum stríði, komu tey ikki út fyrr enn í 1929 og vóru góðkend í 1930. Hann fór undir at umseta Nýggja Testamenti til føroyskt, og teir ymsu partarnir komu út í smáritum frá umleið 1923 til 1936. Í 1937 kom so Nýggja Testamenti út í samlaðari útgávu. Av Gamla Testamenti hevði Jákup Dahl longu í 1923 umsett Sálmarnar. Av øðrum kirkjuligum tilfari umsetti Jákup Dahl Luthers Katekismus (1922) og Bíbliusøguna eftir Carl Frederik Balslev. Hann skrivaði eisini lestrarbøkur til deknarnar. Harafturat yrkti Jákup Dahl fleiri sálmar – 17 teirra finnast í sálmabókini – har eisini 70–80 sálmar, týddir av Jákupi eru at finna. So tíðliga sum í 1908 skrivaði Jákup “Føroysk mállæra til skúlabrúks”, sum hevur verið nýtt í skúlunum heilt upp til okkara tíð. Umframt síni kirkjuligu og málsligu verk var Jákup Dahl eisini skald og skrivaði fleiri yrkingar og stuttsøgur. 1945. 1945 (MCMXLV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1944. 1944 (MCMXLIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, og fyrsti dagurin var ein leygardagur. Argja Róðrarfelag. Lómur vann róðurin á Norðoyastevnu 2012 hjá 6-mannaførum við monnum. Argja Róðrarfelag er stovnað 16. august 1982, Arjga Róðrarfelag er eitt av størstu kappróðrarfeløgum í Føroyum. Felagið heldur til við bátahylin úti á Argjum og eigur stórt róðrarneyst, sum ofta verður leigað út til tiltøk, veitslur o.a. Bátarnir hjá Argja róðrarfelag eru reyðir við ljósabláum stokkum og hava drekastevni. Í 2010 vann Argja Róðrarfelag trý FM heiti: Í barnaróðrinum bleiv Teistin við smágentum nummar eitt, 5-mannafarið Blikur við dreingjum varð nummar eitt, eins og 8-mannafarið Argjabáturin eisini bleiv nummar eitt. Felagið fær eitt nýtt 6-mannafar og eitt nýtt 8-mannafar til FM kappróðurin 2011. Argja Róðrarfelag er næst mest vinnandi felagið, tá hugsað verður um FM heitið. Í 2015 hevði Argja Róðrarfelag vunnið 26 FM heitið. Havnar Róðrarfelag hevði vunnið 63 FM heitið í tíðarskeiðnum 1973-2015. Í sama tíðarskeiði var Argja Róðrarfelag nummar trý, tá talan er um mest vinnandi bátar, gull, silvur og bronsu heiðursmerki. Frá 1973 til juli 2015 hevur Argja Róðrarfelag 141 gull, 133 silvur og 133 bronsu heiðursmerki. Áttamannafarið hjá Argja Róðrarfelag, Argjabáturin, er tað áttamannafarið sum hevur vunnið flest FM heiti, í 2015 hevði báturin vunnið 13 FM heitið. og er komi ájavnt við Havnarbatin ið somuleiðis hevur vunnið 13 Fm heiti Heiður. 2004 var eitt gott ár hjá Argja Róðrarfelag. Tað árið var felagið kosið "Ársins Róðrarfelag" og vann heiðurin Ársins ítróttarbragd 2004, sum Dimmalætting skipaði fyri. Tað vóru lesararnir hjá blaðnum, sum kundu atkvøða fyri tí ítróttarfólki ella felag, sum tey hildu hevði uppiborið heiðurin. Í 2011 vann Argja Róðrarfelag heiðurin "Ársins Róðrarfelag 2011" og í bólkinum "Besta áralag 2011" vann 8-mannafarið Argjabáturin hjá Argja Róðrarfelag. Heiðurin vann felagið á ársins Róðrar Gallaveitslu, sum var hildin í neystinum hjá Argja Róðrarfelag. Róðrarfelagið Knørrur. Róðrarfelagið Knørrur (RK) er eitt róðrarfelag í Tórshavn. Felagið varð stovnað 28. februar í 1985 og hevur øll árini hildið til í neystinum við Lágu kai á Skálatrøð. Síðan 2011 hevur felagið eisini hildið til í Evensens pakkhúsi við Eystaru vág. Innivenjingin er í Tollbúðini á Eystaru bryggju. Felagið hevur níggju bátar. Teir eru fimmmannaførini Jallurin, Tambar og Pílur, seksmannaførini Jarnbardur og Herningur, áttamannafarið Knørrur og tíggjumannaførini Ormurin Langi og Kongurin. Harumframt hevur felagið eisini tristin Úlv, ið verður nýttur til smábarnaróður, og seksmannafarið Gamla Jarnbard. Bátar felagsins eru bláir við hvítari rond, hava føroyskan stavn og hava allir nøvn úr kvæðinum um Ormin Langa. Føroyameistaraheiti. Jarnbardur, kvinnur: 1991, 1992, 1993, 1997, 1999, 2000, 2002, 2004, 2005, 2007, 2008, 2013, 2014, 2015, 2020, 2021 Slóðir úteftir. Knørrur Eyvindur Mohr. Eyvindur Mohr (21. september 1926 í Tórshavn - 2. juni 2005) var ein føroyskur listamálari. Ávisingar úteftir. Mohr, Eyvindur Mohr, Eyvindur Frændur. Frændur eru upprunaliga sprotnir burturúr virkna ungdómsfelagnum í Klaksvík fyrst í 1980'unum. Manningin í bólkinum hevur verið nakað skiftandi, men tó hevur kjarnin alla tíðina verið Steintór Rasmussen og brøðurnir Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe. Teir hava síðan fyrstu LP-plátuna Saman við tær verið millum kendastu og best umtóktu tónleikabólkarnar í Føroyum. Á fyrstu plátuni hevði Steintór Rasmussen skrivað øll orðini og mestsum øll løgini, men seinni mentu Rani Nolsøe og serliga Eyðun Nolsøe seg eisini sum sangskrivarar. Á plátuni sungu beiggi teirra "Niels Chr. Nolsøe" og Hanus G. Johansen eisini á nøkrum av sangunum. Í 1986 kom onnura plátan hjá Frændum. Hon bar einfalda heitið "Frændur II", og hon gjørdist so mikið væl umtókt, at hon skjótt var útseld. Tað sama gjørdi seg galdandi, tá ið plátan seinni varð endurútgivin á fløgu. Plátan var eftir tátíðar máti í Føroyum óvanliga væl produserað, og við klassikarum sum Føroyar, ið mestsum hevur fingið status sum eitt alternativ til Tú alfagra land mítt, og Eros, sum Terji Rasmussen skrivaði og sang, er tað ikki so løgið. 80'ini var triðja útgávan hjá Frændum, og samstundis gjørdist hetta fyrsta føroyska fløguútgávan, ella ljómfløga, sum tað æt tá. Á plátuni endurnýttu Frændur væleydnaða formularin frá "Frændur II". Plátan verður tí ikki mett at vera eins original og tann fyrra, men kortini gjørdist hon rættiliga vælumtókt. Mítt land varð skorin eftir sama leisti sum tær báðar undanfarnu, og kanska var tað virkandi til, at hendan plátan tykist eitt sindur anonym í mun til hinar báðar. Fleiri góð løg eru tó á plátuni, og mangan vóru Mítt land (sangurin) og Uttanumtos at hoyra. Frændur valdu í 1997 bæði at ganga teimum á møti, ið ynsktu at fáa nýtt tilfar frá bólkinum, og teimum, sum vildu hava teir bestu sangirnar á somu útgávu. Úrslitið var sera vælumtókta savnsfløgan Svart gull. At frændurnir í somu útbering fingu bøtt nøkur arrangement, ið teir vóru vorðnir ónøgdir við, kundi tú sum lurtari frøðast um sum eitt kuriosum, ella ilskast inn á, alt eftir hvussu lagið var. Svart gull man vera fyrsta føroyska dupultfløgan, men hetta var tó ikki fyrstu ferð, at gamlar landaplágur blivu samlaðar á einari útgávu. Longu í 1970'unum skipaði Hansemann Tórgarð fyri útgávunum Vit minnast 1 og Vit minnast 2, har gomlu singulpláturnar við Simme & Co, Tey av Kamarinum, Faroe Boys og mongum øðrum kundi fáast á somu plátu. Fyri at markera at nú vóru 20 ár liðin, síðan Frændur fyrstu ferð spældu alment, góvu teir í 2003 út eina fløguboks við teimum upprunaligu plátunum í. Boksin, ið hevði positiva heitið Eg vil elska, eg vil liva, var snøgg á at líta og man hava ligið undir mongum jólatræi, tí hon kostaði lítið meir enn ein støk fløga kostar. Anker Eli Petersen hevði prýtt húsan, so nú tóktist sirkulin eftir tjúgu hendingarík ár av vera fullfíggjaður. "Anker Eli Petersen" prýddi eisini húsan á Saman við tær. Í boksini Eg vil elska, eg vil liva eru tó ikki allir sangirnir hjá Frændum. Hesi árini hevur bólkurin havt stakar sangir við á nøkrum savnsfløgum. Far so væl var á plátuni Ung 85, ið LFÚ tók stig til, og Balladan um Jésus Escuan og Tey dansa eins og skuggar vóru á fløguni Amnesty tónar. Nýggju sangirnir og nýinnspælingarnar á Svart gull eru heldur ikki við í boxini, men helst hava teir hildið, at tað hevði verið at lumpað fólk at keypt somu vøru fleiri ferð. Bæði Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe hava givið út fløgur í egnum navni. Fløgurnar Millum Frændur og Kærleikans vallaraheim hjá Steintóri Rasmussen kunnu við einum góðum vilja næstan teljast upp í Frændur pláturnar, tí Nolsøe brøðurnir eru báðir við, og sangir av hesum fløgum eru mangan við á skránni, tá ið Frændur spæla. Tað sama er galdandi við minnisfløguni Bjørn Afzelius - Sangur til frælsi. Hesar tríggjar fløgur eru tí eisini at finna í yvirlitinum niðanfyri. Steintór Rasmussen tók í 2004 stig til stóra tónleikatiltakið Summarfestivalurin, sum varð hildin í Klaksvík í august sama ár. Íblásturin kom m.a. frá G! Festivalinum, sum tónleikasamtakið Grót á fyrsta sinni skipaði fyri á sandinum í Syðrugøtu í 2002. Summarfestivalurin eydnaðist so mikið væl í 2004, at festivalurin aftur varð hildin í 2005 við m.ø. Brian McFadden, Shakin' Stevens og Anne Linnet sum høvuðsnøvnum. Leygarkvøldið 6. august var helst størsta mannfjøld (8.000!) til eitt tónleikatiltak í Føroyum savnað á Vágsbø í Klaksvík. Tað verður helst trupult at savna enn fleiri fólk til eitt tónleikatiltak í Føroyum, men hvussu er og ikki, so sær út til at Summarfestivalurin í Klaksvík er komin fyri at vera. Planet Award vinnari - Ársins herðaklapp. Frændur vann heiðurin Ársins herðaklapp 2009, sum er ein av heiðurlønunum í árliga Planet Awards, sum Miðlahúsið og Sosialurin lata á hvørjum ári. Baby Reagan. Baby Reagan er ein sangur, sum var við á upprunaligu LP'ini hjá Frændur, Saman við tær. Í sanginum verður táverandi amerikanski forsetin, Ronald Reagan, hartaður fyri politikkin, USA førdi í Miðamerika um hetta mundið. Steintór Rasmussen hevði brúkt lagið "The Boxer" hjá Paul Simon til hendan tekstin. Útgevaraforlagið hjá "Paul Simon" sýtti fyri at geva "Frændum" loyvi at útgeva sangin, hóast teir høvdu broytt melodi-linjuna nakað fyri at camouflera upprunan. - Orsaka av hesum sama banni, varð "Baby Reagan" tikin av plátuni, tá ið hon var endurprentað á fløgu. Útvarp Føroya sleppur heldur ikki at spæla sangin. Saman við tær. Saman við tær (1984) er fyrsta LP-plátan hjá tónleika bólkinum Frændur. Plátan er innspæld í jan/feb 1984 Plátuhúsi: Anker Eli Petersen Útgevari: Framtíð Føroya Viðmerking. Baby Reagan var við á upprunaligu LP'ini. Í sanginum verður táverandi amerikanski forsetin Ronald Reagan hartaður fyri politikkin USA førdi í Miðamerika um hetta mundið. Steintór Rasmussen hevði brúkt lagið The Boxer hjá Paul Simon til hendan tekstin. Útgevaraforlagið hjá Paul Simon sýtti fyri at geva Frændum loyvi at útgeva sangin, hóast teir høvdu broytt melodi-linjuna nakað fyri at camouflera upprunan. - Orsaka av hesum sama banni, varð Baby Reagan tikin av plátuni, tá ið hon var endurprentað á fløgu. Útvarp Føroya og aðrar útvarpsrásir sleppa heldur ikki at spæla sangin. Havnarbáturin. Havnarbáturin er eitt tíggjumannafar hjá Havnar Róðrarfelag. Báturin er hvítur og hevur bláar listar. Eins og allir hinir bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag, so hevur hann tað eyðkenda drekastevni. Týskt mál. Týskt ("deutsch" [dɔiʧ] á týskum) er eitt av vesturgermansku málunum og er millum heimsins størstu mál. Týskt er tað málið, ið flest fólk tosa í Evropa. Týskt er samstundis størsta mál í Evropasamveldinum. Yvir 100 milliónir fólk hava týskt sum móðurmál, m.a. 90 mió. í Evropa. Týskt er mest útbreidda móðurmál í Evropa eftir russiskt. Í m.a. vísindum, gransking, handilsskapi og mentan er týskt eitt týðandi mál í øllum heiminum. Týskt og føroyskt hava felags uppruna og líkjast í roynd og veru nógv. Vit siga til dømis hann, hon ella tað um øll navnorð á báðum málunum. Føroyskt og týskt eru eisini bæði fallmál, sum ger, at bygnaðurin líkist nógv. Týsk mállæra hevur so at siga eingi undantøk. Tað ger málið lætt av læra “eftir bókini.” Úttalan og stavsetingin liggja tætt upp at hvørjum øðrum. Nógv orð á føroyskum eru komin úr týskum umvegis danskt. 125 milliónir fólk kring allan heim tosa týskt, av teimum 101 millón sum fyrsta mál. Týskt verður fyrst og fremst tosað í Týsklandi, Eysturríki, Liktinstein, Luksemborg í 2/3 av Sveis, í 2/3 av Suðurtyrol (Südtirol) í Italia, í Eysturbelgia og í nøkrum býum í Suðurjútlandi í Danmark. Eisini í Namibiu verður týskt tosað av nógvum fólkum sum móðurmál. Fimtihvør íbúgvi í ES hevur týskt sum móðurmál, og næst eftir enskt er týskt vanligasta fyrsta fremmandamál í Evropa. Men eisini sunnast í Afrika og summastaðni í Suðuramerika (t.d. Espírito Santo í Brasil) eru nógv fólk, sum duga týskt. Í Namibia hevur týskt støðu sum alment viðurkent minnilutamál. Eisini í hinum heimspørtunum eru týskttalandi minnilutar, m.a. í Pennsylvania í USA. Stavraðið. a> ið vísir, hvar málið verður tosað. Týska stavraðið er bygt á latínska stavraðið. Týskt nýtir 26 bókstavir umframt ä, ö, ü og ß. Mállæra. Á týskum, sum á føroyskum, eru fýra føll. Fall merkir her formur hjá kenniorðum, lýsingarorðum, navnorðum og fornøvnum. Tey einstøku liðini í setninginum krevja sítt fall. Grundlið og umsagnarlið til grundlið standa í hvørfalli, hvønnfalsávirki stendur í hvønnfalli, og hvørjumfalsávirki stendur í hvørjumfalli. Kenniorð. Tað óbundna kenniorðið er ein (kallkyn), eine (kvennkyn) og ein (hvørkikyn), og tað bundna kenniorðið er der (kallkyn), die (kvennkyn), das (hvørkikyn) og die (fleirtal). Tað bundna kenniorðið. Á týskum eins og á føroyskum hava vit fýra føll: hvørfall, hvønnfall, hvørjumfall og hvørsfall. Á føroyskum broytast navnorðini eftir tí falli, tey standa í, bæði tá tey eru bundin og óbundin. Á týskum fær bundna navnorðið ikki knýtt ending aftur at sær, men bundna kenniorðið, der, die, das ella die verður sett frammanfyri navnorðið og fallbent. Í hvørfalli stendur grundliðið. Grundliðið er tað ella tann, sum er ella ger okkurt. T.d. "Hann" er glaður, tí "hon" bakar pannukøkur. Umsagnarlið til grundlið stendur eisini í hvørfalli. T.d.: Hann er "ein góður lækni". Í hvønnfalli stendur tann ella tað, sum nakað verður gjørt við. Vit kalla tað liðið fyri hvønnfalsávirki. T.d.: Hann málar "bátin". Navnorð. Navnorð kunnu vera óbundin ("ein" bilur) og bundin (bilur"in"). Tey kunnu vera eintal (bil"ur", bil"urin") og fleirtal (bil"ar", bil"arnir"). Á týskum verður bundna kenniorðið sett frammanfyri navnorðið og bent í føllum. Eitt bundið navnorð á føroyskum hevur ending: bátur"-in", bátar"-nir". Á týskum hevur navnorðið tað bundna eyðkennið frammanfyri: t.d. "das" Boot, "die" Boote. Hesi smáorðini nevna vit kenniorð. Navnorð verða altíð skrivað við stórum bókstavi. Fyrisetingarorð. Fyrisetingar eru smáorð, ið sum oftast standa frammanfyri navnorð ella fornøvn og stýra teimum, t.e. gera av, hvørjum falli tey skulu standa í. Nøkur dømi: í hagan, hjá ommu, undir borðinum, til borðs, til Noregs. Fyrisetingar, sum stýra hvønnfalli eru: durch (ígjøgnum), für (fyri), gegen (ímóti), ohne (uttan) og um (rundan um). Lýsingarorð. Lýsingarorðini standa saman við navnorðum og lýsa tey. Tey kunnu standa bæði frammanfyri og aftanfyri navnorðini: t.d. ein "grønur" frakki. Frakkin er "grønur". Á týskum bendast lýsingarorðini ikki, tá ið tey standa aftanfyri, t.e. sum umsagnarlið til grundlið. T.d.: hann er stórur (er ist groß) ella hon er stór (sie ist groß). Men tá ið tey standa frammanfyri navnorðini, bendast týsk lýsingarorð líka nógv sum føroysk: Vit benda lýsingarorðini sterkt og veikt. Fornøvn. Fornøvn eru orð, sum vit seta ístaðin fyri navnorð og nøvn. T.d.: Hvar er Hans? "Hann" er í býnum. Hann er eitt persónsfornavn. Sum á føroyskum bendast fornøvnini í øllum føllum í eintali og fleirtali. Hvørfallsformurin hjá persónfornøvnunum verður ikki so nógv brúktur. Men vit siga tó á føroyskum: til "mín", til "tykkara", til "teirra". Á týskum eitur tað til dømis “Er kam "statt deiner" (hann kom ístaðin fyri teg) og “Er "nahm sich ihrer an"” (hann tók sær av henni). Sí eisini. * Frændur II. Frændur II (1986) er onnur LP-plátan hjá tónleika bólkinum Frændur. Plátan er upptikin í LT studio Innspæld liðug og mixað í Sweet Silence studio jan/feb 1986 Plátuhúsi: Ingi Joensen Náttúruljóð: Ljóð & myndir 80'ini. 80'ini (1988) er triðja LP-plátan hjá tónleika bólkinum Frændur, og samstundis gjørdist hetta fyrsta føroyska fløgan. Upptikin í Bløndal Studio jan-mars 1988 Produserað og arrangerað: Frændur og Óli Poulsen Teknikk: Óli Poulsen Mítt land. Mítt land (1992) er fjórða útgávan hjá tónleikabólkinum Frændum Plátan er innspæld í LT Studio, Tórshavn í juli/august 1991 Innspæld liðug og ljóðblandað í Media Sound Studio, Keypmannahavn februar/mars 1992 Tøkni: Jóhannus á Rógvi Joensen Hjálpartøkningar: Niels og Flemming úr Media Sound Studio Ljóðblandað: Peter Brander, Jóhannus á Rógvi Joensen og Frændur Myndir: Ingi Joensen Rættlestur: Jens Heldarskarð Hundurin brúni. Hundurin brúni er ein føroyskur sangur, ið Steintór Rasmussen hevur gjørt, hann yrkti tekstin og smíðaði lagi. Sangurin varð útgivin í 1984 og er við á tónleikaútgávuni Saman við tær. Sangur til frælsi. Sangur til frælsi er ein sangur, ið Frændur gav út á fyrstu lp-plátu teirra Saman við tær. Orð og lag eigur Silvio Rodriquez, Bjørn Afzelius týddi sangin til svenskt, Steintór Rasmussen týddi sangin til føroyskt úr svenskum. Ráðaleysi yrkjarin. Ráðaleysi yrkjarin er ein sangur, ið er á fyrstu lp-plátuni hjá føroyska tónleikabólkinum Frændur, ið nevnist Saman við tær. Plátan kom út í 1984. Minnist tú gildið. Minnist tú gildið er ein sangur, ið er á fyrstu lp-plátuni hjá føroyska tónleikabólkinum Frændur, ið nevnist Saman við tær. Plátan kom út í 1984. Brennivínsvinir. Brennivínsvinir er ein sangur, ið er á fyrstu lp-plátuni hjá føroyska tónleikabólkinum Frændur, ið nevnist Saman við tær. Plátan kom út í 1984. Kærleiki (Frændur). ==orð/lag: Steintór Rasmussen== Kuffert. ==orð/lag: Steintór Rasmussen== Lívsmynd. Lívsmynd er ein sangur, ið er á fyrstu lp-plátuni hjá føroyska tónleikabólkinum Frændur, ið nevnist Saman við tær. Plátan kom út í 1984. Hví situr tú so. Hví situr tú so er ein sangur, ið er á fyrstu lp-plátuni hjá føroyska tónleikabólkinum Frændur, ið nevnist Saman við tær. Plátan kom út í 1984. Saman við tær (sangur). Saman við tær er ein sangur, ið er á fyrstu lp-plátuni hjá føroyska tónleikabólkinum Frændur, ið nevnist Saman við tær. Plátan kom út í 1984. Millum Frændur. Millum Frændur (1989) er fyrsta útgávan hjá Steintór Rasmussen í egnum navni. Plátan er upptikin í Media Sound Production, jan-mars 1989 av Peter Brander og Niels Jerl Lagt strúkarar til rættis: Sunleif Rasmussen Mixað: Peter Brander, Rani Nolsøe, Niels Martinussen, Steintór Rasmussen Myndir og húsi: Jákup Oluf Ennisteig og Claus Knudtskov Útgáva og útbreiðsla: Steintór Rasmussen og Hansemann Tórgarð Kærleikans vallaraheim. Kærleikans vallaraheim (1998) er onnur útgávan hjá Steintór Rasmussen í egnum navni. Upptikin og ljóðblandað í: Studio Pegasus Høvuðsteknikari: Ingi Isaksen Hjálparteknikarar: Erik Biskopstø, Helgi Klakkstein Ljóðblandað: Jón McBirnie Myndir: Olga Biskopstø, Eiler Rasmussen Forsíðumynd: Absalon Hansen Eg vil elska, eg vil liva. Eg vil elska, eg vil liva er ein fløgubox við teimum fýra Frændur útgávunum í. Tær eru endurprentaðar í 2004, tí nú vóru tjúgu ár liðin síðani fyrsta útgávan kom á marknaðin. Legg tó til merkis, at sangurin Baby Reagan av Saman við tær, ikki er við á hesi útgávu. Niels Finsens gøta. Niels Finsens gøta í Tórshavn er einasta gongugøta í Føroyum. Tó er hon bert partvíst gongugøta, tí hon er opin fyri einsrættaðari bilferðslu omaneftir. Royndir hava verið gjørdar at hava gøtuna sum gongugøtu burturav, men tær vóru illa dámdar. Gøtan varð grundløgd uml. 1900 sum "Nyvej" (donsk nøvn vórðu nýtt tá), men stutt eftir at Niels Finsen doyði, fekk gøtan navn eftir honum. Á gøtuni er m.a. Tórshavnar Býráð, Býarbókasavnið, Eik Banki og Sjónleikarhúsið. Ålänningens sång. Ålänningens sång er tjóðarsangur hjá Álandi. Ríkisumboðið. Ríkisumboðið ella Ríkisumboðsmaðurin er sambært heimastýrislógini ovasta umboð hjá danska ríkinum í Føroyum. Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum er ríkisins evsta umboð í Føroyum og bindiliðið millum heimastýrið og ríkismyndugleikarnar. Ríkisumboðsmaðurin hevur sæti í Løgtinginum og kann luttaka í samráðingum um øll felagsmál – tó uttan atkvøðurætt. Boð skal gevast Ríkisumboðsmanninum um avgerðir, ið tiknar verða í Løgtinginum ella Landsstýrinum og um viðtiknar løgtingslógir og aðrar avgerðir, sum tað føroyska heimastýrið tekur. Ríkisumboðið hevur sæti á Løgtingi og kann luttaka í løgtingskjakinum um felagsmál - tó uttan at hava atkvøðurætt. Eisini er ríkisumboðið føddur limur í nevndini fyri Dansk-Færøsk Kulturfond Tinganes. a>, har ting hevur verið hildið frá fornari tíð. Tinganes, har Landsstýrið heldur til, býtir Havnina í tveir partar. Í Tinganesi og á Reyni eru eisini tey elstu húsini í Havn. Býráðið og Landsstýrið gera nógv fyri at varðveita henda býarpart. Handilsbygningarnir hjá kongliga einahandlinum vórðu í miðøldini bygdir í Tinganesi. Gomlu bygningarnir í Tinganesi hýsa í dag Føroya Landsstýri. Munkastovan er í tveimum hæddum á múraðari grund, 4,5 metrar breið og 5,5 metrar long, múrarnir eru 1,5 metrar tjúkkir. Eysturendin er áfastur við vesturendan á Leigubúðini. Kjallararnir undir henni eru múraðir við skilpi júst sum Kirkjubømúrurin. Stokkastovan í Tinganesi er í tí líki, hon nú er, neyvan eldri enn frá 1600-árunum. Í Tinganesi eru gamlir bygningar. Ytsti oddin á nesinum var fyrr eitt sker, leyst frá landi. Úti á hesum skerinum varð tingið sett. Har boðaði Sigmundur Brestisson um ár 998 fyrstu ferð kristindómin í Føroyum, og har varð Karl hin Mørski dripin, hann, sum var komin higar til Føroya at krevja inn skattir fyri norska kongin Ólav Halga. Seinni varð skerið gjørt landfast, og har um vegir bygdu teir monopolhandilin (kongahandilin), sum tá var einasti handil í Føroyum. Har úti stendur enn tað gamla húsið Munkastovan, sum man vera elsta húsið í Havn, og har er hitt illa gitna fangahúsið Portugálið við spískasteini í kjallaranum. Hin gamla Havnarbygdin stóð mest á Tinganesi, har var tættbygt, húsini vóru yvirhøvur smá, og túnini krókut og trong, og so er enn. Skansin. a> varð Skansin á Stangarnesi bygdur seinast í 1500-árunum. Havnar skansi á Stanganesi verður mettur sum eitt av fremstu fornminnum Føroya og er einasta skansaverk av sínum slag í landinum. Havnar skansi er friðaður. Magnus Heinason skal hava staðið fyri at byggja ein skansa uml. 1580, og skansin verður fyrstu ferð nevndur og staðsettur Yviri við Strond í sjókorti hjá niðurlendinginum Jan Lucasz Waghenaer í 1583. Innaru virkini á skansanum stava helst frá 1600-talinum, meðan stjørnuskapið stavar frá tíðini eftir at Born gjørdist kommendantur í Føroyum í 1782. Havnar skansi á Stanganesi verður mettur at hava nationalan týdning sum monument og týðandi fornminni eins væl og søguligan týdning í altjóða høpi. Fyri nøkrum árum síðani varð Skansin settur í stand; har er eitt gamalt vaktarhús og tvær kanónir frá krígnum umframt nakrar málm-kanónir frá 1782. Havnar skansi var í brúki til 1945. Fyrst sum skansi at verja Havnina og handilin úti í Havn, frá 1865 sum varðhald hjá politivaldinum og undir Seinna heimsbardaga sum høvuðsstøð hjá bretska hervaldinum. Eftir Seinna heimsbardaga fóru føroyskir myndugleikar at hugsa um, hvussu Havnar skansi kundi verða varðveittur og settur í stand, so hann kundi verða Føroya fólki at gagni sum savn og fríøki. Søga. Hildið verður, at Magnus Heinason, tjóðarhetja og handilsmaður, í 1580 grundaði tann fyrsta skansan á sama stað, har tann núverandi aftaná fleiri broytingar fram til 1790, enn er at síggja. Skansin skuldi saman við einum battaríi ytst á Tinganesi og einum skansa innanfyri Reynagarð verja handilin ímóti fremmandum sjórænarum. Undir 2. heimsbardaga vóru Føroyar hersettar av bretum, og teir høvdu høvuðsstøð sína á skansanum. Norröna. Norröna er størsta ferðamannaskip í Føroyum sum siglir millum Tórshavn, Hirtshals og Seyðisfjörður. Hon sigldi ímillum Hanstholm, Tórshavn, Bergen, Seyðisfjörður og Scrabster. Í 2006 fór Smyril Line at tosa um at skifta út Lerwick við Scrabster, men hetta vakti stóra øsing, ikki minst frá hetlendingum, sum hava fíggjað stóran part av Norrönu. Frá summarinum 2007 er Norröna kortini farin at sigla aðruhvørja viku til Lerwick og aðruhvørja viku til Scrabster. Frá 2009 siglir Norröna bara ímillum Hanstholm, Esbjerg, Tórshavn og Seyðisfjörður. Seinni gavst Norröna at sigla til Hanstholm og fór í staðin ta sigla til Hirtshals. Norröna I. Tann gamla Norröna var bygd í 1973 í Rendsborg sum "Gustav Wasa". Frá 1983 æt hon Norröna og sigldi fyri eigaran Smyril Line millum Danmark, Føroyar, Ísland og Noreg. Hetta skipið hevði pláss fyri 1.050 ferðafólkum og 300 bilum. Avloysarin er tann nýggja Norröna (frá 2003). Men tað gamla skipið er enn undir føroyskum flaggi - sum trúboðanarskipið "Logos Hope". Norröna II. Tann nýggja Norröna er eitt luksusskip. Tað var bygt í Lübeck, og 8. apríl fór hon jomfrútúrin úr Týsklandi við kós ímóti Føroyum, har hon varð sett í rutusigling 10. apríl 2003. Við eini longd upp á 164 m og eini breidd á 30 m hevur hon pláss fyri umleið 1.500 ferðafólkum og eisini 800 bilum. Manningin telur umleið 120 fólk. Norröna hevur luksuskømur, stór handilsøki, góðar matstovur, barrir, dansihøli, spælipláss til børn, svimjihyl, venjingarhøll o.s.fr. Norröna II kostaði umleið 100 mió. evrur, sum var rættiliga dýrt fyri Smyril Line, og tað gav reiðarínum fíggjarligar trupulleikar. Men tað kláraði seg, og nú er tað við íslendskari, hetlendskari og almennum stuðli tryggjað, at Norröna verður verandi eitt føroyskt skip. Birgit Kleis. Birgit Kleis (3. november 1956 í Hellerup) var ríkisumboðsmaður í Føroyum frá 2001 - 2005, hon er útbúgvin cand.brom. 1982 og cand.jur. 1985. Johan Michael Lund. Johan Michael Lund (føddur 2. september 1753, deyður 15. mai 1824) var løgmaður í Føroyum 1786 - 1805. Jacob Hveding. Jacob Hveding var løgmaður í Føroyum 1772 - 1786. Hveding, Jacob Thorkild Fjeldsted. Thorkild Fjeldsted (føddur 1740 í Íslandi, deyður 19. november 1796 í Trondheim) var løgmaður í Føroyum 1769 - 1772. Hans Jákupsson Debes. Hans Jákupsson Debes (1723-1769) var løgmaður í Føroyum 1752-1769. Hann var bóndasonur, ættaður av Oyri, borin í heim í 1723. Hann las í ungdómsárum við lærda háskúlan í Keypmannahavn og gjørdist løgmaður Føroya í 1752. Hann var giftur við dóttir Sámal Pætursson Lamhauge, undanfarna løgmanni. Hann var fyrst varaløgmaður, og gjørdist løgmaður tá verfaðirin doyði. Eftir hann eru tvey rit um føroysk viðurskifti: "Beskrivelse over Agerdyrkningen paa Færøerne" (1763) og "Kort underretning om Indbyggernes Handelsmaade paa Færøe" (1766). Aftast í hesi bók finna vit eina lítla yrking, "En enkemands Nattetanker ved sin Hustrues Grav", yrkt, tá kona hansara var deyð í barsilssong. Sámal Pætursson Lamhauge. Sámal Pætursson Lamhauge var løgmaður í Føroyum 1706 - 1752. Sámal Pætursson Lamhauge var oldurabbasonur Jógvan Heinason løgmann og var giftur við dóttir Jóhan Hendrik Weyhe løgmann. Hann var ættaður úr Lamba, og eins og verfaðirin var hann stórur jarðardráttur. Tá hann doyði, átti han 40 merkur í óðalsjørð. Hann var verfaðir Hans Jákupsson Debes, løgmann 1752 - 1769. Jóhan Hendrik Weyhe. Jóhan Hendrik Weyhe var løgmaður í Føroyum 1679 - 1706. Hann var systirsonur Christoffer von Gabel og giftur við dóttir løgmannin Jógvan Poulsen. Tá ið hann doyði var hann tann størsti jørðeigarin í Føroyum, hann átti tá 48 merkur av óðalsjørð. Dóttir hansara giftist eftirmanni hansara, løgmanni Sámal Pætursson Lamhauge. Keldur. Weyhe, Jóhan Hendrik Zakarias Tormóðsson. Zakarias Tormóðsson (Eiði) var løgmaður í Føroyum 1608 - 1629. Tormóðsson, Zakarias Andras Guttormsson. Andras Guttormsson (føddur umleið 1490, doyði 1544, búði í Kálgarði í Sumba, ættaður úr Noregi) var løgmaður í Føroyum 1531 - 1544. Hann er faðir Guttorm Andrasson, sum gjørdist løgmaður eftir faðirin. í desember 1531 fekk Andras Guttormsson tilnevning frá Fríðriki kongi I til starvið sum løgmaður í Føroyum. Hann skuldi gera løgmanseið sín til Joachim Wullenweber, kongsins fúta og Føroya fólk ("menige almue"), helst á Føroya Løgtingi. Hann skuldi veita hvørjum manni, fátækum og ríkum, lóg og rætt eftir Sankta Ólavs kongs og Noregs lóg. Andras Guttormsson búði í Kálgarði í Gørðum í Sumba og hann var Føroya løgmaður til 1544. Kálgarðsbóndin Guttormur (Løgmaður), átti ellivu merkur av Víkini; Jenis í Laðangarði átti tað tólvtu. Men Jenis legði eina mørk sína móti einari kálgarðsbóndans mørk og so eydnu sína ímóti hinum tíggju. Hann spurdi tá kálgarðsbóndan um hann vildi ikki leggja felag við seg, tí hann, Jenis, hevði so góða eydnu og hin onga. So løgdu teir felag (tó at Kálgarður var løgmansgóðs og tí ikki átti at vera lagt í felag) og síðan treivst væl hjá báðum. Men ongantíð sótu teir væl um sátt og skiltust síðan aftur úr felaginum. So visti eingin av, fyrr enn Jenis gjørdi ferð niður til Danmarkar til at stevna løgmanni. Ein dagin, sum kálgarðsbóndin stendur úti fyri durum, sær hann ein bæriligan reyðklæddan mann koma ríðandi oman á Krossjarðargarðar og spyr, um nakar veit, hvør maður hatta er. Tá varð honum aftursvarað, at tað var sjaldsamt, at hann skuldi ikki vita, at hatta var Jenis í Laðangarði, sum hevði verið niðri eitt heilt ár og nú var afturkomin. Ikki frættist tíðindi úr Laðangarði til Kálgarðs, tó at skamt var ímillum — so hatskir vóru teir hvør á annan, Laðangarðsbóndin og Kálgarðsbóndin. Stutt var umliðið, tá ið bræv kom til løgmans frá kongi, at hann skuldi búgva ferð sína niður til at verja seg fyri slíkum, sum honum var um kent. Men av tí at løgmaður var vorðin gamal og orkaði illa at ferðast, tók sonurin, Guttormur Andrasson, ferðina uppá seg. Keldur. Guttormsson, Andras Guttormur Andrasson. Guttormur Andrasson (doyði 1572 í Bergen) var løgmaður í Føroyum 1544 - 1571. Hann var sonur Andras Guttormsson løgmann úr Sumba, og var faðir Ísak Guttormsson, ið eisini gjørdist løgmaður Føroya. Laðangarsbóndin Jenis Símunarson stevndi Andras Guttormsson fyri konginum í Danmark. Men av tí at løgmaður var vorðin gamal og orkaði illa at ferðast, tók sonurin, Guttormur Andrasson, ferðina uppá seg. Tá ið løgmanssonurin kom inn á slottið hjá kongi, rætti hann eitt silvursteyp fram, fult av peningum, í bøtur fyri faðir sín, men kongur vildi ikki taka við tí. Føroyingurin varð standandi og rætti armin út alla tíðina — steypið hevði hann í hondini. Í endanum bliknaði hann, og armurin vildi signa. Tá tók drotningin ein stól og skeyt inn undir armin á honum. Kongur blíðkaðist eitt sindur, fór til hansara og spurdi hann um eina sak, sum hann helt ímóti ráðnum einsamallur, hvat hann hugsaði um hana. Løgmanssonurin segði, at hann var so ungur og visti so lítið enn, men eitt visti hann: at tað var lóg í landinum, sum Gud og kongurin vildu. So varð vitni tikið av honum við tað sama: hann skuldi prógva tað innan fjórða dag, segði kongur. Guttormur settist at blaða í løgbókini og blaðaði í tvey samdøgur, men fann einki. Í endanum kom máttloysi á hann, hann slummaði fram á borðið sum hann sat og droymdi at hann hevði blaðað eitt blað ov langt: hann skuldi kasta blaðið umaftur. Hann so gjørdi, tá ið hann vaknaði, fann hvar tað stóð og breyt inn fyri. Um morgunin tá ið ráðið var samankomið á slottinum, fór hann fram fyri kong og skeyt bókina til hansara og vísti honum á, fyrst konginum og so hvørjum undan øðrum. Kongur vann sakina og var nú so findarblíður við hin unga løgmanssonin aftur fyri hjálpina, at hann gav honum vald at velja sær tann besta garð, í Føroyum var, at hava til løgmansgarð og Guttormur valdi tá Steigagarð í Vágum. So mikið gjørdi sonurin, at faðirin varð sitandi í friði í sínum løgmansembæti. Ein dagin, sum hann sat til borðs við konginum, spurdu hovmenninir hann, um hann hevði nakrantíð etið av fagrari borði. Ja, segði hann.»Hvussu tá?«spurdu teir.»Á knøum sínum,«svaraði hann,»tí hvat Gud hevði gjørt var tað fagrasta«. Kongur spurdi hann, hvussu nógv egg tann føroyska gásin varp. “Tólv, viðhvørt trettan,” svaraði hann. Óføra sterkur var Guttormur. Einaferð, sum teir rullaðu ammur (stórar tunnur) í Keypmannahavn, tók hann eina og bar í føvninginum. Hann varð spurdur, hvussu tað bar til, at hann var so sterkur — hvat hann hevði havt til føði. “Feska mjólk og turt lambakjøt,” svaraði hann. Skuldi á mjúkum armi sovið - lystug var tann liljan, meg væl unni. Frá hesari ferð eru enn høvd á lofti tey orð hansara:»Mine vatter ligger under landets dronning«- hon sat á vøttunum hjá honum. Keldur. Andrasson, Guttormur Jógvan Heinason. Jógvan Heinason ella Joen Heinesen (1541 - 1602) var løgmaður í Føroyum 1572 - 1583 og bóndi í Lamba. Jógvan var sonur Heina Havreka og hálvbróðir Magnus Heinason. Heinason, Jógvan Heinason, Jógvan Pætur Jákupsson. Pætur Jákupsson (Kirkjubøur) var løgmaður í Føroyum 1588 - 1601. Jákupsson, Pætur Vibeke Larsen. Vibeke Larsen (20. juni 1949 -Tønder) var ríkisumboðsmaður í Føroyum 1995 - 2001. Bent Klinte. Bent Klinte (1. mai 1939 - Humble) var ríkisumboðsmaður í Føroyum 1988 - 1995. Niels Bentsen. Niels Bentsen (føddur 10. mars 1936 í Keypmannahavn, deyður 16. januar 2017) var ríkisumboðsmaður í Føroyum 1981 - 1988. Leif Groth. Leif Groth (9. apríl 1930 - 2009) var ríkisumboðsmaður í Føroyum 1972 - 1981. Mogens Wahl. Mogens Wahl (20. oktober 1918 - 9. august 1986) var ríkisumboðsmaður í Føroyum 1961 - 1972. Niels Elkær-Hansen. Niels Elkær-Hansen (19. oktober 1915 í Sorø – 2007) var ríkisumboðsmaður í Føroyum 1954 - 1961. Søren Christensen. Søren Christensen (31. oktober 1940 í Gentofte) var ríkisumboðsmaður í Føroyum frá 2005 til 2008. Hólmar í Føroyum. Í Føroyum eru 18 oyggjar og nógvir hólmar og sker. Strandalongdin í Føroyum er tilsamans 1289 km. Íalt eru 845 oyggjar, hólmar og sker í Føroyum. Suðuroyggin er tann oyggin í Føroyum, sum hevur flest hólmar og sker, íalt 261.. Kelda. * Óli Breckmann. Óli Breckmann (30. mars 1948 í Tórshavn). Hann er limur í Hinum Føroyska Fólkaflokkinum og býr á Argjum. Stari. Starin (frøðiheiti - "Sturnus vulgaris (faroensis)") er ein dimmur smáfuglur við spískum nevi. Stari er ein tann fuglur, sum mest er fyri eygum okkara, og tó eru nógv, sum als ikki vita, hvussu vakur hann er, "grásprøklutur" siga tey. Men hevur tú hann nær hjá tær, so sært tú, at hann skyggir vakurtgrønur og korkareyður, tætt settur við gulbrúnum og hvítum prikkum, ein prikkur á hvørjari fjøður. Tær stóru fjaðrarnar á veingjum og veli hava ongan prikk, men so hava tær hvítan jaðara við svartari striku innanfyri. Nevið er svart um veturin, í februar fer tað at blikna, í mars er tað vorðið hvítt. Føroyski starin er eitt slag fyri seg, størri og knáligari vaksnir enn aðrir starar. Í hinum norðanlondunum rýma stararnir burtur um heystið, okkara eru her allan veturin. Føði teirra er mest maðkar og sniglar og annað smákykt. Í stórkava hava teir tað ringt. Tá koma teir í køstarnar og taka til takkar við øllum, ið matkent er, hoymoð, eplaflus, drýlamolar og grindamolar; upphongdar fiskagreipur pikka teir hugaliga í. Kaldir og kúrandi sita teir mangan dagin um hávetur. Men út móti leypársmessu fara teir at reystnast, og kemur so sólin at síggja, "tá fer í loft upp starin og syngur fagurt ljóð", so at "tá birtist vónin aftur í barmi ljós og góð", hjá okkum, sum hoyra, so væl sum hjá honum, ið syngur. Tá ið bøurin er táur, bora teir sær eftir ormi og sniglum; tøðujørð sæst ofta útgatað av holum eftir nevi teirra. Í apríl, og stundum fyrr, gera teir sær reiður, summir í bjørgunum, summir í urðum og gróthúsveggjum o. t. Búr, sum fólk heingja út til teirra, taka teir gladliga, uttan tá ið holið er so vítt, at teir hava ótta fyri, at smiril kann troðka seg inn at gera heimsóknir. Og frá nú hoyrast teir í heilum; við úttambaðum kvørkrum sita teir og syngja. Um málið ikki er so fagurt, er lagið so mikið lívligari og fjølbroytt. Og teir eru bannsettir at herma eftir øðrum fuglum. Steinstólpu, lógv o. a. halda vit okkum hoyra, men tá ið vit hyggja eftir, er tað stari. Í apríl og mai verpa teir 4—7 grønblá egg. Makarnir skiftast um at verma, og ½3ðju viku seinni koma ungarnir út. Ofta verpur hann tvær ferðir. Eru ungarnir ikki farnir úr búrinum, tá ið hann vil verpa aðru ferð, so lokkar hann teir út, setur seg uttanfyri við maðki í nevinum og kallar blídliga á teir. Summir koma, summir seta bara høvdið út og biðja harðliga. Men tá rýmir hann við maðkinum, og kemur ikki aftur, fyrr enn teir eru so svangir, at teir koma út. Fyrst teir eru útkomnir úr reiðrinum duga teir lítið at flúgva, og summir eru so ræddir, at teir krøkja seg fastar í eina vindskeið og sita har og neyðhalda sær, bangnir fyri at detta oman. Skjótt fáa teir glið á veingirnar og verða lættfloygdir. So fylgist hvørt hýski eina tíð. Á nýslignum hógvi dámar teimum væl; har er so nógv av møðkum og sniglum, sum teir gomlu taka upp og rætta teimum nýfloygdu ungunum, til teir eru fullmettir; fyrst tá eta hinir gomlu sjálvir. Seinni taka teir seg saman í stórar flokkar. Útsjónd. Starin er eitt sindur minni enn kvørkveggjan, longdin úr nevinum og út á tromina á velinum er 22 cm. Harumframt er hann heilt øðrvísi skaptur, velið er styttri, og tí er hann eisini reystari, tá ið hann gongur, og tá ið hann hoppar, hann hevur eisini annað flog og gongulag. Eitt, sum eyðkennir ungfuglin, er, at hann er javnlittur allur, sum hann er, og myrkari enn teir, sum hoyra til onnur, minni undirsløg. Tá ið staraungarnir skifta til vaksnamannabúna, fáa teir tann eyðkenda málmglógvandi, skyggjandi, purpurlilla búnan, sum um veturin hevur eina hvíta rond uttast á hvørjari fjøður. Hesa rond missa stararnir út á várið, og tá sita teir í glitrandi nøringarbúna sínum og láta við sterkum, gulum nevi. Útbreiðsla. Um Norðuratlantsleiðina er starin støðufuglur. Tí er føroyski starin so við og við vorðin størsti starin í Norðuratlantsøkinum og egin sergrein, "Sturnus vulgaris faeroensis", meðan stararnir í Hetlandi, á Fair Isle og á Ytru Suðuroyggjunum eru heldur minni, men eisini egin sergrein, "Sturnus vulgaris zetlandicus", og at enda er restin av teimum evropeisku starunum teir minstu og hoyra til grundsergreinina, "Sturnus vulgaris vulgaris". Upprunaliga líktust stararnir í Bretlandi teimum stóru norðuratlantisku, men fyri ár 1800 doyði starin út í Skotlandi og var ein sjáldsamur fuglur í Onglandi. Hundrað ár seinni, um leið ár 1900, flutti tann lítli starin "Sturnus v. vulgaris" aftur til Onglands og Skotlands úr Evropa, og henda grein er síðani 1941 spjadd til Íslands, og í dag eru munadyggir stovnar har bæði á Eystur- og á Vesturlandinum. Teir smáu "Sturnus v. vulgaris" eru stundum at síggja her, og sjálvandi eru teir lættir at kenna, tí teir eru minni á stødd, ungfuglarnir harumframt eisini, tí teir eru væl ljósari enn okkara egnu "Sturnus vulgaris faeroensis". Verping. Starin verpur 4-7 ljósaturkislitt egg, og oftast fær hann her hjá okkum einar 2 urptir. Starareiður kemur tú fram á allastaðni, uttan um húsini, í bøgørðunum, í grótrúgvum úti í haganum og í fuglabjørgunum. Væl dámar honum at reiðrast millum steinarnar, sum nýttir verða til grótlaðing undir vegunum. Stari og menniskja. Situr starin í ovfarakæti í sólskininum og breiðir teir titrandi veingirnar út og syngur, merkir tað, at várið er komið. Syngur er kanska at gera í so nógv av, hann pjátrar og skoytir onnur ljóð uppí, sum hann nústani hevur hoyrt, og sum hann hermir eftir, uppímillum koma so tey longu, eyðkendu starabríkslini. Lættasti mátin at vita, um teir ymisku flytifuglarnir eru afturkomnir um várið, er at lurta eftir staranum. Hann er sum tikin úr leikum, tá ið um ræður at herma ikki bara eftir fuglaláti sum m.ø. á mortítlingi, tjaldri, lógv, stelki og spógva, men hann hermir eisini eftir lombum og seyði, maskinbátum og bilum, t.e. eftir øllum teimum ljóðunum, sum koma honum fyri oyra har, ið hann er staddur. Um heystið er vanligt í serligum skýmingarlýsi at síggja stararnar savnast í flokki eitt nú á húsatekjum ella á onkrum ávísum staði úti í haganum ella á bønum, tí teir saman ætla at leita sær til eitt pláss at vera nátt, oftast onkustaðni í teimum brøttu fuglabjørgunum. Á vetri flykkjast stararnir uttan um tey húsini, sum leggja føði út til teirra. Køksrusk hvørvur skjótt á henda hátt, og leggja vit, tá ið kalt er, eisini ein tálgarbita út, er rættiligur gangur frá fuglunum, sum klandrast um feittið. Drunnhvíti. Drunnhvítin (frøðiheiti - "Hydrobates pelagicus") er ein lítil svartur sjófuglur, ið livir nærum alt lív sítt á víðum havi og bert kemur á land í bútíðini. Drunnhvítin er sera tevsamur, og hjálpir tað honum at finna føðsluna og um náttina reiðrið, tá ið hann kemur inn aftur av havi. Á landi sæst hann bert á reiðurstaðnum, ið vanliga er í onkrari urð. Útsjónd. Drunnhvíti er svartur um allan kroppin uttan á drunninum. Hann er hvítur, so fuglurin ber navnið við sær. Danir nevna hann "stormsvale", tí at hann við sínum spísku og smølu veingjum líkist svala og ofta sæst aftan á illveður. Orðið "stormur" er eisini uppií navninum á mongum øðrum málum. Sermerkta skrápsnevið saman við fitjufótum hansara ger, at eingin kann mistaka hann fyri svala. Drunnhvíti er sum grátítlingur til støddar og er millum minstu fuglar, ið liva úti á havi. Hann er 16 cm til longdar, flogið er 37 cm og hann vigar um 27 g. Útbreiðsla og flyting. Eitt av heimsins størstu drunnhvítabølum er at finna í Nólsoy, mett til 100 000 pør. Drunnhvíti eigur ymsastaðni í Føroyum, tó mest í Urðini í Nólsoy. Summi meta, at ongastaðni í heiminum er so nógvur drunnhvíti til sum har. Útbreiðsla hansara er millum Lofot, Ísland og Skotland. Føroyski stovnurin er samanlagt mettur til 250 000 pør. Tað er eisini í Nólsoy, at flestu drunnhvítar eru merktir. Her í Føroyum eru um 30 000 drunnhvítar ringmerktir, og vita vit tí, at teir halda til á havinum uttan fyri Suðurafrika. Ein av heimsins elsti kendi drunnhvítum varð fangaður í Nólsoy, 31 ár eftir at hann varð merktur á Foula í Hetlandi. Føði og verping. Føðin er m.a. æti (á útlendskum kril), smáir fiskar og høgguslokkur, sum hann tekur í vatnskorpuni. Hjá drunnhvítum er árliga gongdin tann, at fyrstu fuglarnir koma higar seinast í mai. Í juli – august verpa teir reiðiliga stórt, hvítt (og brúnblettut) egg (um 7 g), sum teir bøla í góðar 5 vikur. Pisan fær føði hvørja nátt í uml. sjey vikur og gerst so spikafeit. So rýma tey gomlu, og millum átta og tólv dagar seinri er hon lætnað so mikið, at hon sleppur á flog og kann halda leið sína suður um Afriku. Tvey ár seinri kemur hon aftur og fer at reiðrast trý til fýra ára gomul. Fíggindar. Rottan er ringasti fíggindin. Tó kunnu eisini másar og kjógvar taka nakað av gomlum fugli, og er hetta helst ein orsøkin til, at drunnhvítin oftast kemur í land, tá ið myrkt er. Onkustaðni er heimakettan eisini ein hóttan. Eins og annar skrápsfuglur verjir drunnhvítin seg við at goysa spýggju eftir tí, ið kemur ov nær, og sermerktur roykur gongur at hesum fugli – eins og hjá øðrum skrápsfugli. Zinédine Zidane. Zinedine Yazid Zidane (, føddur 23. juni 1972), kelinavn "Zizou", er ein franskur pensioneraður fótbóltsleikari og núverandi venjari hjá Real Madrid. Hann spældi sum áloypandi miðvallaleikari fyri Franska fótbóltslandsliðið, Cannes, Bordeaux, Juventus og Real Madrid. Hann spældi sín seinasta landsdyst fyri Frakland hin 9. juli 2006 í HM-finaluni í Berlin móti Italia. Hann spældi 108 landsdystir fyri Frakland og skoraði 31 mál fyri franska landsliðið. Zidane var kendur fyri sína elegansu, visión, bóltkontroll og tøkni og var í 2004 valdur at vera besti fótbóltsleikari í Evropa tey seinastu 50 árini í "UEFA Golden Jubilee Poll". Hann verður av mongum mettur at vera ein av størstu fótbóltsspælarum í søguni. Uppvøkstur og karriera. Zinedine Yazid Zidane (- "Zin ad-Din Yazid Zidan") varð føddur hin 23. juni 1972 í La Castellane, Marseille, í Suðurfraklandi. Zidane er ættaður av algirskum kabylskum berberfólki. Foreldur hansara, Smaïl og Malika, fluttu til Paris úr bygdini Aguemoune í berber-talandi regiónini Kabylia í norðara partinum av Algeria í 1953, áðrenn Algeriska kríggið byrjaði. Familjan, ið búsettust í tí harða norðara umhvørvinum í økinum Barbès og Saint-Denis, funnu lítið av arbeiði í regiónini, og mitt í 1960-árunum flutti familjan til norðara Marseille útkantin av La Castellane í 16. arrondissement av Marseille. Í 1972 var Zidane føddur har sum tann yngsti av fimm systkjum. Pápi hansara arbeiddi í goymlubygningum og sum náttarvørður í einum íbúðarblokki, meðan mamman var heimagangandi. Familjan livdi eitt hampuliga gott lív eftir støðinum hjá grannalagnum har, ið var kent um alt Marseille fyri høgan kriminalitet og arbeiðsloysi. Tað var í Castellane at Zidane fyri fyrstu ferð kom at kenna til fótbólt, hann fór sum fimm ára gamal at spæla fótbólt við grannabørnunum á Place Tartane, í einum 80-ganga-12-yard garður, ið var høvuðs torgið í bústaðarblokkinum. Í juli 2011 nevndi Zidane fyrrverandi Marseille leikararnar Blaž Slišković, Enzo Francescoli og Jean-Pierre Papin sum sínar fyrimyndir undir uppvøkstrinum. Sum tíggjuára gamal fekk Zidane sítt fyrsta spæliloyvi, eftir at hann gjørdist partur av dreingjaliðnum í einum lokalum felag úr Castellane ið nevndist US Saint-Henri. Eftir at hava spælt við felagnum í hálvtannað ár, fór Zidane at spæla við SO Septèmes-les-Vallons eftir at venjarin hjá Septèmes, Robert Centenero, hevði sannført formannin í felagnum um at fáa fatur á Zidane. Zidane spældi við Septèmes til hann var 14 ára gamal, tá hann var valdur til at luttaka í einum 3 daga venjingarlegu á fótbóltsskúlanum CREPS (Regional Centre for Sports and Physical Education) í Aix-en-Provence, ið var ein av fótbóltsskúlunum, ið var rikin av franska fótbóltssambandinum. Tað var her, at AS Cannes fyrrverandi fótbóltsleikarin Jean Varraud fekk eyga á hann, og viðmældi hann til formannin í felagnum. Kurt Mørkøre. Kurt Mørkøre (20. februar 1969) er føroyskur fótbóltsspælari og venjari. Sum leikari. Fyrst og fremst er Kurt kendur sum álopsleikari, men hevur eisini spælt sum verjuleikari og á miðvøllinum. Kurt spældi í sínum ungdómsárum og frameftir við besta liðnum hjá KÍ. Í 1999 til 2001 fór Kurt til Noregs og spældi við Sogndal. Hann kom aftur til KÍ og spældi í 2001-2002. Eftir hetta fór hann aftur Noregs og gjørdist venjari hjá felagnum Eide og Omegn IL í norsku 3. deild. Kurt gjørdi eitt stutt rend aftur til KÍ í 2005 fyri at bjarga teimum úr niðurflytingarvandanum. Hetta megnaði hann eisini. Í september 2005 valdi hann at gevast sum leikari. Kurt hevur tvær ferðir verið toppskjútti í bestu deildini í Føroyum, nevnliga í 1988 og 1996. Sum venjari. Kurt hevur verið leikandi venjari við bæði KÍ og Eide og Omegn. Í 2007 var hann venjari hjá besta liðnum hjá B36. Í dag er Kurt venjari hjá norska Elnesvåg. Keldur. Mørkøre, Kurt Mørkøre, Kurt Mørkøre, Kurt Mørkøre, Kurt Edmund Jacobsen. Edmund Jacobsen (f. 1967 í Rituvík) Rokksangari, tónasmiður og journalistur. Byrjaði av álvara at spæla tónleik alment sum sangari í bólkinum Skorar í 1984. Fór á várið 1988 uppí bólkin Kontrast, og var á heystið 1988 við til at stovna bólkin Chase. Var um somu tíð við í bólkinum Rockmenn. Flutti í 1992 til Århus, har hann las til journalist. Hevur síðani 1997 verið búsitandi í Esbjerg, har hann arbeiðir sum freelance-journalistur á egnum virki, MediaSet. Var á heystið 2003 við til at stovna bólkin Super Sonic, ið hevur heimastað í Esbjerg. Hesin bólkur gav í desembur 2004 út stakfløguna "Onetwothreefour". Steintór Rasmussen. Steintór Rasmussen er føddur í Klaksvík í 1960 og útbúgvin lærari. Hann hevur yrkt, skrivað tónleik og íverksett frá ungum árum av. Yrkisleið. Flestu føroyingar kenna hann helst sum ein av upphavsmonnunum til tónleikabólkin Frændur, har hann hevur skrivað eina røð av kendum sangum. Hann hevur eisini í egnum navni, og við heitinum Millum Frændur og Kærleikans Vallaraheim givið út hópin av sangum, sum eru vornir fólkaogn. Steintór hevur eisini gjørt týðingar ígjøgnum árini, m.a. eftir Bjørn Afzelius. Í 2003 leggur hann yrkingasavnið "Føroyingar liva ikki av fiski eina" eftir sær. Sum íverkseti hevur Steintór eisini sett sjónligan dám á samfelagið og fleiri kenna hann sum stigtakara til eitt nú Summar Festivalin, sum byrjaði í 2004 og Studio Pegasus (1998-2008). Í 2006 fekk Steintór barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býraðs fyri bóka- og fløgusavnið, Kular Røtur Gull. Umframt barnasangir hevur Steintór eisini skrivað krimigátur og søgur til børn og ung. Seinastu árini er Steintór farin at skriva bókmentir. Í 2015 gav hann út sjálvævusøguna "Lívið er mítt Listaverk" og árið eftir kom fyrsta krimiskaldsøga hansara "Deyðin fer í bindiklubb" út. Síðani er røðin voksin við "Hevndin úr havsins dýpi, Horvna rósan og Seytjandi maðurin." Steintór Rasmussen er giftur við Jóngerð Biskopstø. Saman eiga tey trý vaksin børn og tvey abba- og ommubørn. Tónleikur. Saman við tær (LP og band, 1984) Frændur 2 (LP og band, 1986) Tey dansa eins og skuggar (1990) Kular Røtur (Fløga og filmur, 1999) Kular Røtur, túsund smíl (Fløga, 2000) Trølla Pætur og Kular Røtur (Fløga, 2000) Sangur til frælsi – Afzelius (Fløga, 2000) Hon er omma mín (Filmur, 2000) Frændur: Eg vil liva (Fløgusavn, 2003) Her er gott at danska (Dansifløgu, 2011) Kular Røtur: Vov Vov (Fløga, 2012) Bókmentir. Føroyingar liva ikki av fiski eina (Yrkingasavn, 2003) Lívið er mítt listaverk (Sjálvævisøga, 2015) Deyðin fer í bindiklubb (krimiskaldsøga, 2016) Hevndin úr havsins dýpi (krimiskaldsøga, 2017) Ávísingar úteftir. Rasmussen,Steintór Peter Alberg Holm. Peter Alberg Holm (føddur 24. mai 1823 í Kvívík, doyði 2. mai 1892 á Fyn, Danmark) var ein føroysk føddur prestur og rithøvundur í Danmark. Hann búði fyrstu árini í Føroyum, men flutti til Danmarkar í 1832 at ganga í skúla, hann tók studentsprógv í 1841 og teologiskt embætisprógv í 1847. Alberg Holm var sóknarprestur í Vetterslev og Høm uttanfyri Ringsted 1862–1869, í Dalum uttanfyri Odense 1869–1880 og í Gamtofte uttanfyri Assens frá 1880. Hann vitjaði Føroyar á sumri 1844, og útgav eitt nú "Skildringer og Sagn fra Færøerne" í 1856. Klaksvík. a> varð vígd tann 7. juli í 1963. Klaksvík er næststørsti býur í Føroyum. Harumframt er Klaksvíkar kommuna næststørsta kommuna í Føroyum við umleið 4 900 borgarum. Kommunan fevnir um ein bý, fimm bygdir og er á trimum oyggjum. Á Borðoynni eru Norðoyri, Árnafjørður, Ánir og Klaksvík. Á Kalsoynni eru Mikladalur og Trøllanes. Harafturat er Svínoyggin komin við í Klaksvíkar kommunu frá 1. januar 2009. Klaksvíkin er størsti fiskivinnubýur í Føroyum. Tann fyrsta búsetingin í Klaksvík røkkur heilt aftur í víkingatíðina, men tað var ikki fyrr enn í 20. øld, at býlingarnir veruliga vuksu saman til ein nýmótans føroyskan bý, sum gjørdist ein mentanarligur og vinnuligur miðdepil í Norðuroyggjum og Føroyum sum heild. Í Klaksvík búgva 90 fremmandafók úr 25 ymiskum londum. Brot úr eldru søgu Klaksvíkar. Klaksvíkar kommuna varð sett á stovn í 1908, og síðani tá hevur bygdin ment seg til at verða miðdepil í Norðoyggjum, og størsti fiskivinnubýur í landinum, men søgan hjá bygdini gongur nógv longur aftur í tíðina. Í 1901 búðu 545 fólk í teimum fimm býlingunum. Føroyar vóru bygdar av norðbúgvum frá umleið 825 til 970 e.Kr. Í hesum tíðarskeiðinum vóru tær føroysku landnámsbygdirnar til. Tað er ikki vist, at fyrsta norrøna búsetingin í Klaksvík er so gomul, men um ár 1100 hava fólk búleikast har. Tað er møguligt at fyrsta búsetingin í Klaksvík gongur heilt aftur til um ár 1000. Nakar miðdepil hevur staðið kortini ikki verið ta fyrstu tíðina. Tey umleið 6 heimatingini, sum umframt tingið í Tórshavn hava verið í Føroyum frá fornari tíð, ganga helst aftur til búsetingina. Heimatingini vóru upprunaliga sett á óbygdum stað millum bygdir. Norðoya ting kom saman í Køtlum omanfyri Árnafjørð, men einaferð í 17. øld vóru heimatingseturnar fluttar oman millum húsini. Í Norðoyggjum savnaðust menn at halda ting í Vági – núverandi Klaksvík. Hetta tingið virkaði til 1896, tá øll heimatingini í Føroyum vóru niðurløgd. Hendan miðsavnanin av Norðoya tingsetuni í Vági í 17. øld var møguliga tekin um, at fólkatalið í Klaksvík var farið at økjast í mun til onnur støð í Norðoyggjum. Klaksvíkin var kortini ikki til sum samanhangandi eind um hetta mundið. Tvørturímóti vóru fýra býlingar á staðnum, sum vóru óheftir av hvørjum øðrum. Hesir vóru í Gerðum, á Myrkjanoyri, í Vági og í Uppsølum. Fólkatalið var ikki stórt. Í 1802 – tá fólkatalið í Føroyum var umleið 5000 - búðu tilsamans 88 fólk í teimum fýra býlingunum. Í Uppsølum 43, í Vági 23, í Gerðum 15 og á Myrkjanoyri 7. Hesi tøl siga nakað um, hvussu stór vanlukka skalvalopini í Gerðum í 1745 og 1765, sum kostaðu ávikavist 4 og 20 fólkum lívið, vóru fyri býlingin. Bóndahúsini í Gerðum vóru bygd upp aftur á sama stað í 1745, men í 1765 vóru tey bygd uppaftur á øðrum stað. Í fyrru helvt av 20. øld var Klaksvík tann býurin í Føroyum, sum hevði nógv tann størsta vinnuliga framburðin. Býurin vaks frá at vera fimm smáir býlingar í Norðuroyggjum miðskeiðis í 1800-árunum til at vera fremsta fiskivinnuhavn í landinum um 1960. Í 2006 vóru Norðuroyggjar knýttar at miðstaðarøkinum við Norðoyatunnlinum. Christianskirkjan. Christianskirkjan er fyrsta stóra kirkjan í Norðurlondum, sum er bygd eftir fornum norrønum byggihátti. Kirkjan kostaði umleið tvær milliónir krónur at byggja. Norðoya fornminnasavn. Norðoya Fornminnasavn varð stovnað í 1968. Savnið heldur til í teimum gomlu einahandilshúsunum í Klaksvík, bygd í 1838. Norðoya Fornminnasavn hevur tvey framsýningarhøli. Annað vísir fram arbeiðsamboð og lutir frá farnari tíð so sum fískireiðskap, búnýti, amboð og annað frá gerandislívinum. Nevnast kann t.d. ein gomul kvørn, seinast nýtt at mala korn við í seinna heimsbardaga. Nakrar gamlar myndir av Norðoyggjum eru eisini at síggja. Hitt hølið er Apotekið. Upprunliga varð tað gjørt í 1919 til toystovu, men varð brúkt sum apotek frá 1932 til 1961. Sum partur av savnsarbeiðinum hevur savnið ognað sær motorbátin Nólsoyar Páll, smíðaður í Klaksvík í 1927. Hann liggur fyri teymi á vánni og verður varðveittur sum útróðrarbátur. Savnið eigur eisini aðrar ognir kring allar Norðoyggjar, fráfluttu bygdina Fossá, hjall í Gerðum og eina mylnu í Kunoy. Leikalund. Nógv kenna handilin Leikalund, sum heldur til í einum gomlum handilshøli hjá kongliga einahandlinum. Leikalund er handil og mentanardepil í gomlu handilshølunum hjá kongaliga einahandlinum úti í Klaksvík. Elsti parturin av húsinum er tann norðasti. Hann varð tikin í nýtslu í 1838. Nú kenna vit betur tann partin av handlinum sum Spaniastova, og heldur enn at vera brúkt sum handilshøli, er Spaniastova karmur um konsertir, sjónleikir, fyrilestrar, framsýningar og er eitt vælumtókt veitsluhøli. Sunnara lonin varð bygd í 1847, og var tá kallað “nýggja pakkhús”, meðan norðari bygningurin tá var róptur “gamla pakkhús”. Gamla apotekið. Norðoya Fornminnissavn varð stovnað í 1968 og yvirtók í 1974 gamla apotekið í Klaksvík. Hetta er eitt vakurt, gamalt høli við gomlum innrætningi. Á veggirnar vóru málaðir 17 málningar við motivum úr Klaksvík. Savnið hevur eisini ognað sær tey gomlu Faktorshúsini, sum standa beint oman fyri gamla apotekið. Faktorshúsini vórðu bygd til faktorin samstundis sum handilshúsini. Stevnur, mentanardagar og festivalar í Klaksvík. Í Klaksvík eru stevnur av ymiskum slag fleiri ferðir um árið. Sí eisini. Klaksvíkar Ítróttarfelag Býráðsformenn í Klaksvíkar kommunu Klaksvíkar kommunu Petur Alberg. Petur Alberg (1885-1940), føroysk tónaskald. Útgivið. Alberg, Petur Ove Joensen. Ove Joensen (f. 3. desember 1948 í Tórshavn, d. 26. november 1987 á Skálafirði) var nólsoyingur. Hann gjørdist kendur um alt Føroyar, tá hann fór at tosa um ætlanir sínar um at rógva í føroyskum róðrarbáti úr Føroyum niður til Danmarkar. Hann gjørdi eina roynd í 1984 og aftur eina í 1985, men báðar ferðir eydnaðist tað honum bert at rógva til Hetlands. Triðju ferð eydnaðist tað honum tó at rógva allan vegin til Danmarkar púra einsamallur. Hin 11. august 1986 steig Ove fótin á land á Langelinje í Keypmannahavn, har hann kysti kendu standmyndina av tí lítlu havfrúnni (Den lille havfrue). Fleiri túsund fólk vóru komin á Langelinje fyri at taka ímóti Ova, og eitt bátafylgi fylgdi honum úr Helsingør. Túrurin úr Føroyum til Keypmannahavnar tók Ova 41 døgn. Ove doyði alt ov ungur, hann druknaði á Skálafirði longu árið eftir, at hann framdi bragdið, meðan hann sigldi ein túr við báti sínum. Ovastevna. Ove Joensen fekk eitt sindur av peningi eftir at hava róð tann langa teinin til Danmarkar, men hann ynskti ikki at ríka seg sjálvan upp. Heldur vildi hann brúka pengarnar til at gera ein svimjihyl til børnini í Nólsoy, tí har var ongin svimjihylur. Pengarnir rukku tó ikki langt, og eftir deyða hansara tóku nólsoyingar stig til at halda stevnu úti í Nólsoy, fyri at heiðra minnið um Ova Joensen og at peningurin sum leyp av einari slíkari ovastevnu skuldi fara til verkætlanina at byggja ein svimjihyl í Nólsoy, sum Ove sjálvur jú ynskti. Ovastevnan er hvørt ár eitt vikuskifti í august, sum oftast er tað annað vikuskiftið í august. Nógv tiltøk eru á skránni, tá ovastevnan er, eitt nú tónleikur, matur og drekka, kabarett, kappsvimjing um Nólsoyarfjørð úr Havn til Nólsoyar, røður, framsýning av Dianu Victoriu (bátinum hjá Ova), klatring, tivoli, rennikapping, fótbóltur, smábátar í hyli, útimøti og annað. Skráin kann variera ár fyri ár eins og aðrar stevnur. Svimjihylurin er ikki bygdur enn (2015). Ovastevnan sær út til at vera sera vælumtókt, nógv fólk ferðast út til Nólsoyar til ovastevnu, og ferjur hjá Strandfaraskipum Landsins sigla ofta, eisini langt út á náttina. Ossetiskt mál. Ossetiskt, á ossetiskum: Ирон ӕвзаг - "Iron avžag", hoyrir til iransku greinina av indoevropeisku málunum og verður tosað í russisku (Norðurossetia, høvuðsstaður: Vladikavaz) og georgisku (Suðurossetia, høvuðsstaður Tskhinvali) pørtunum av Ossetia í Kavkasus. Umleið ein hálv millión fólk tosa ossetiskt, harav eru 60% í Norðurossetiu og 15% í Suðurossetiu. Ossetiskt kann førast aftur til málið hjá alanunum, ein fólkabólkur av sarmatum. Í dag eru ossetisk og jagnobi hini einastu landnyrðingsiransku málini, ið enn eru til. Harafturat eru tey, saman við Tatipersiskum og Talyshi, hini einastu iransku málini, ið hava stóra útbreiðslu í Kavkasus. Eyðkenni. Til eru tvær dialektir: hin vanligara "Iron" í eystri og "Digoron" í vestri, har Iron er hin vanligara. Ein triðja dialekt, Jassiskt, varð fyrr tosað í Ungarn. Lætt er at kenna ossetiskt, tí ossetiskt er einasta málið við kyrillisku skriftini, ið nýtir stavin ӕ. Við síni heldur fløktu mállæru hevur ossetiskt varðveitt nógv oldiransk eyðkenni. Fallskipanin hevur so statt enn átta føll. Ljóðskipanin er nógv ávirkað av kavkasisku málunum, ið verða tosað har um leiðir. Orðatilfeingið hevur fleiri tøkuorð úr russiskum. Stavsetan. Í skriftmálinum verða 35 fonem nýtt: 26 hjáljóð, sjey sjálvljóð og tvey tvíljóð. Í 19. øld varð eitt kyrilliskt stavrað gjørt til málið. Harafturat var í árunum 1923-37 eitt latínskt stavrað nýtt: A/a, Æ/æ, B/b, C/c, Č/č, D/d, E/e, F/f, G/g, H/h, I/i, J/j, K/k, L/l, M/m, N/n, O/o, P/p, Q/q, R/r, S/s, Š/š, T/t, U/u, V/v, X/x, Y/y, Z/z, Ž/ž Eina tíðina var georgiska skriftin nýtt í Suðurossetiu. Georgia (land). Georgia (georgiskt: "საქართველო" - "Sakartvelo"), frá 1990 til 1995 kent sum Lýðveldið Georgia, er eitt land í Kaukasus og liggur við Svartahavið. Í norðri hevur Georgia mark við Russland og suðri við Turkaland, Armenia og Aserbadjan. Høvuðsstaður er Tbilisi og høvuðsmálið er georgiskt. Søga. "Høvuðsgrein: Georgisk søga" Í 1991 fekk Georgia sjálvstýri tá Sovjetsamveldið fór til grundar. Fyrst undir leiðslu av Moskva-trúgva, fyrrverandi sovjetska uttanríkisráðharranum Eduard Sjevarnadse og síðan – eftir friðarligu rósukollveltingina í 2003 – av verandi forsetanum Mikhail Saakasjvili. Fyrstu árini var Saakasjvili nógv avhildin, men lyfti hansara um vælferð í búskaparliga avmergjaða landinum hava ikki hildið. Og kríggið móti Russlandi í 2008, sum hevði við sær, at Georgia misti Abkasia og Suðurossetia, hava ikki gjørt støðuna betri. Fólkið. "Høvuðsgrein: Georgisk fólk" Georgia eigur sjáldsamt heimsmet. Ongastaðni í heiminum gerast so mong folk eldri enn 100 ára gomul. Enntá er ikki óvanligt, at fólk eru frísk og ferðug, tá ið tey eru farin upp um 120 ár. Granskarar vita ikki, hví tey liva so leingi, men teir halda, at góða veðurlagið, sunnur kostur, nógv útiarbeiði og óstrongda bygdalívið eru atvoldin til, at fólk gerast so gomul. Politikkur. Georgiska kongshúsið, sum m.a. er í ætt við spanska kongshúsið, sigur seg vera avkom frá sjálvum Dávidi kongi, sum vit lesa um í Bíbliuni, og sum var kongur hjá Ísraels fólki. Ófriður valdaði eftir fullveldið í 1991, og nú hevur Georgia ikki veruligt vald í Abkasia og Suðurossetia, sum verða stuðlaði av Russlandi. Fyrrverandi sovjetiski uttanríkismálaráðharrin Eduard Sjevarnadse, sat við valdi í nógv ár, men kongin í 2003. Fátækradømi og tað at Georgia í veruleikanum ikki hevur vald á Abkasia og Suðurossetia, ger at landið ikki tykist serliga støðugt. Georgia roynir at nærkast Vestandlondunum, er partur av Partnership for Peace undir NATO og ætlar sær í ES. Georgia hevur seinastu øldirnar ligið mítt í stríðnum millum Russland, Turkaland og Persia, men er í dag tætt knýtt at USA, sum hevur stóran áhuga í at landið er støðugt, m.a. tí at USA hevur gjørt eina stóra íløgu í oljuveitingarskipan frá Aserbadjan umvegis Georgia og til Turkalands. Loysingarøkini Abkasia og Suðurossetia fáa bæði stuðul úr Russlandi, og viðurskiftini millum Georgia og Russland eru vánalig. Politiska støðan í Georgia er tí enn rokut. Landafrøði. "Høvuðsgrein: Georgisk landafrøði" Georgia er fjallaland. Kavkasusfjøll eru sum ein stórur marknamúrur norður ímóti Russlandi og vestur ímóti Svartahavi. Gróðrarlíkindini eru góð, jørðin fruktar væl, so umstøðurnar at dyrka vínber eru av teimum bestu. Georgia liggur soleiðis fyri – ímillum Svartahav og Kaspiskahav – at oljuflutningur og annar vøruflutningur ímillum londini her fer ígjøgnum landið. Búskapur. "Høvuðsgrein: Georgiskur búskapur" Guttormur Absalonsen. Guttormur Absalonsen (26. desember 1798 - 17. juni 1857) føddur á Viðareiði, sonur Malenu Guttormsdatter, Hvannasundi, og Absalon Joensen, Viðareiði. Tingmaður fyri Norðoya valdømi í tíðarskeiðnum 1852-1855, arbeiddi annars sum bóndi í Útistovu á Trøllanesi. Guttormur Absalonsen var faðir at Absalon Guttormsen, ið eisini var bóndi og tingmaður. Keldur. "Løgtingið 150 - Hátíðarrit", Løgtingið Tórshavn 2002, Bind 2 s. 256. () Niels Andreas Christian Andersen. Niels Andreas Christian Andersen (13. august 1849 - 24. november 1919) føddur í Ribe í Danmark, sonur Onnu Margrethe f. Simonsen og Anders Nielsen Andersen, Ribe. Hjúnarfelagar: 1. Maria Margaritha Schau f. Bruun, Tårnby, 2. Sicka Margrethe f. Jacobsen, Stavanger. Niels Andreas Christian Andersen fekk studentsprógv í 1867 og løgfrøðiligt cand. jur. 1873. Hann var tingmaður fyri Suðurstreymoyar valdømi í tíðarskeiðnum 1893-1895, arbeiddi annars sum fulltrúi í Rougsø heraði 1874-1890, Sorinskrivari í Føroyum 1890-1895, heraðsfúti í Kjær heraði 1895-1900, borgarstjóri 1900-1917 og býarfúti í Nørresundby 1900-1919. Kýpros. Kort yvir Kýpros, sum vísir markið millum syðra og norðara partin. Kýpros (grikskt mál: Κύπρος, turkiskt mál: Kıbrıs) er ein stór, náttúruvøkur oyggj eystarlaga í Miðjarðarhavi og væl umtókt ferðamannaland. Oyggin er triðstørsta oyggj í Miðalhavinum. Høvuðsstaður er Nikosia, og landið hevur umleið 800 túsund íbúgvar. Aðrir stórir býir er Limassol, Larnaca og Papos. Almennu málini eru tvey í tali, grikskt og turkiskt. Kýpros er limur í EU. Oyggin liggur eystanfyri Grikkaland, sunnanfyri Turkaland, vestanfyri Sýria og Libanon í ein útnyrðin av Ísrael og norðanfyri Egyptaland. Kýpros tað minsta landið, sum hevur havt eitt lið við í Champions League bólkaspælinum. Fornøldin til miðøld. Tey fornastu prógvini ella tekin um at menniskju hava búð á Kýpros kunnu førast aftur til 10. øld áðrenn Krist. Fornaldar útgrevstir frá hesi tíðini eru m.a. tann væl varda neolitiska bygdin Khirokitia, sum hevur fingið status sum World Heritage Site við kravi frá UNESCO um "eyka verju" status, um so er at vápnaðar konfliktir fara fram Tað sama er galdandi fyri Pafos og Málaðu kirkjurnar í Troodos. Á Kýpros eru eisini nakrir av heimsins elstu vatnbrunnum. Gjøgnum tíðina hevur Kýpros verið undir fleiri ymiskum harradømum. Oyggin var bygd av grikskum mykenum í tveimum bylgjum í 2. øld áðrenn Krist. Síðan hevur oyggin verið hersett av fleiri ymiskum stórmaktum: av Nýassíriska ríkinum, Egyptalandi og síðan av Persiska ríkinum. Í 333 á. Kr. tók Aleksandur Mikli ræði á oynni. Síðan varð oyggin stýrd av Ptolemaiska Kongaríkinum, av Rómverjaríkinum, av Byzantinska Ríkinum, av árabisku kalifatunum eitt stutt skifti, av tí franska Lusignan ríkinum og av Venesianarum, og síðan av Ottomanska ríkinum í 1571. Nýggjari søga. Kýpros var undir Ottomanskum harradømi í meira enn trýggjar øldir. Kýpros kom undir bretskt stýri í 1878 til oyggin fekk frælsi í 1960, og gjørdist ein limur í Commonwealth árið eftir. Áðrenn oyggin fekk frælsi í 1960, var hon undir turkiskum og síðan bretskum yvirræði. Meginparturin av fólkinum eru grikkar, bara fimtingurin turkar. Drúgvt stríð var ímillum tey bæði fólkasløgini, og tað hevði við sær, at oyggin varð býtt sundur í 1974; sunnari partur er sjálvstøðugur við meiriluta av grikskt talandi kýpriotum, meðan norðari partur er turkiskur. Eitt vápnað stríð tók seg upp hin 21. desember 1963, sum byrjaði tá tveir turkisk-kýpriotar vóru skotnir. Dagurin er síðan kendur sum "Blóðigu jólini". Tað var byrjanin til eitt stríð millum hesi bæði fólkasløgini, ein partur av griksttalandi kýpriotunum ynsktu "enosis", tvs. sameining við Grikkaland. EOKA B var ein paramiliterur felagsskapur, stovnaður í 1971 av General Georgios Grivas-Digenis, nevndur Grivas. Hesir royndu eina hernaðarliga kvettroynd, eitt coup d'état, stuðlaðir av griksku juntaðini, í 1974, men hetta miseydnaðist orsakað av at Turkaland gjørdi innrás og hersetti norðara partin av oynni. Stríðið sum endaði við, at oyggin bleiv býtt sundur í ein grikskan og ein turkiskan part í 1974. Umleið 150.000 griksttalandi kýpriotar búðu tó framvegis í norðara partinum og eini 50.000 turkisttalandi kýpriotar búðu í syðra partinum av oynni. Syðri parturin av Kýpros er sjálvstøðug tjóð og fevnir um 59% av oynni, meðan Norður Kýpros, sum fevnir um 36% av oynni, bert er viðurkend av Turkalandi. Stóra Bretland hevur harradømi yvir økjunum Akrotiri og Dhekelia, sum eru suðurstrondini, ávikavist strandaøkið sunnanafyri Limassol í syðra partinum av Kýpros og vestanfyri Famagusta í turkiska partinum av oynni og við markið longri suðuri, sí kortið høgrumegin. Í dag (2013) er oyggin framvegis deild sundur í tveir partar, í syðra partinum, sum er tann parturin ið verður nevndur Kýpros, eru griksttalandi kýpriotar í meiriluta. Í norðara partinum av oynni, sum er undir turkiskum yvirvaldi, eru turkisttalandi kýpriotar í meiriluta. Politikkur. Turkaland er einasta land, sum viðurkennir lýðveldið í turkiska Norðurkýpros. Lýðveldið varð stovnað eftir turkiska innrás á oynna í 1974 – eftir eitt kvett, sum griksku kýprotarnir saman við griksku hernaðarjuntuni av grikska meginlandinum skipaðu fyri. Grikski parturin av Kýpros hevur limaskap í ES. Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins. Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins er ætlað at vekja áhuga fyri skaptum og framførdum tónleiki á høgum listarligum støði. Annaðhvørt verður virðislønin givin fyri verk hjá núlivandi tónasmiði og annaðhvørt ár fer virðislønin til størri ella minni framførslu á høgum listarligum og handverksligum støði. Virðislønin varð stovnað í 1956 og varð í fyrstuni latin triðjahvørt ár. Frá 1990 verður virðislønin uppá 350 000 danskar krónur latin hvørt ár. Eftir 1997 kunnu tey sonevndu sjálvstýrandi økini, t.e. Grønland, Føroyar og Áland, koma við egnum tilnevningum til virðislønina. Norðurlendska tónleikanevndin, NOMUS, virkar sum virðislønarnevnd. Rørekur. Rørekur (Russiskt: "Rurik" ella "Rjurik", fornnorrønt: "Hrœrekr"), umleið 830 - umleið 879) var rúsi, ið fekk valdið í Ladogu í 862 og gjørdi búsetingina Hólmgarð ("Rurikovo Gorodische") í Novgorod. Navn. "Rjurik" er slaviska útløgan av sama navni sum dagsins enska "Roderick". Á gomlum germanskum málum hevði tað skap sum til dømis "Hrodric" (gamalt hátýskt) og "Hroðricus" (gamalt enskt). Á fornnorrønum, "Hrœrekr" (Ísland, Føroyar, Noreg) og "Hrørīkr" ella "Rørik" (Danmark, Svøríki), haðan "Riurik" er avleitt. Navnið kemur eisini fyri í "Beowulf" sum "Hrēðrīk". Søga. Kjak er um hvussu Rørekur kom at ráða yvir Ladogu og Novgorod. Einastu upplýsingarnar um hann er úr russisku fyrstu krýniku úr 12. øld, sum staðfestir, at slavar og finnar gjørdu uppreistur ímóti rúsum, men at rok stóðst av tí, og at Rørekur tá varð biðin um at koma at fáa frið aftur í lag. Rørekur hevði valdið til deyðans í 879. Valdsarvingar hansara, Røreksættin, fluttu tó høvuðsstaðin til Kiev og stovnaðu Kievrúsaríkið, ið stóð við til 1240, tá ið mongolar gjørdu innrás. Nakrar varðveiddar ættir vóru ættaðar frá Røreki gjøgnum kallkyn, men hin seinasti av hesum at ráða yvir Russlandi, Vasilij IV, doyði í 1612. Ivasamur uppruni. Tó at russiski Rurik helst er søgn, so er kjak um tjóðarliga uppruna hansara í Eysturevropu. Sambært Fyrstu krýniku var Rørekur rúsi(sum onkuntíð skeivt eru nevndir væringar), sum vóru í ætt við danir, sviar, onglendingar og gotar. Í 20. øld hava fornfrøðingar lutvíst váttað hendingafrágreiðingini í krýnikuni. Uppdagað var, at búsetingin í Ladogu, hvørs stovnseting vanliga verður tilskrivað Røreki, veruliga varð stovnsett um miðju 9. øld. Keramikkur, húsarhaldslutir, og húsasløgini frá tíð Røreks stovnseting samsvara við norrønt snið. Rørekur og brøður hans koma til Ladogu. Summir slaviskir søgufrøðingar ivast, um frásøgan um innbjóðingina til Røreks er lænd úr eini møguligari norrønaru søgu, tó at allar søgur nevna herferðir til Garðaríkis og ongantíð um innbjóðingar. Til dømis staðfestir fyrsta krýnika, at Rurik kom til slavisk lond við tveimum brøðrum, Sineus og Truvor, og sendi teir at ráða býunum Beloozero og Izborsk, ávíkavist. Heldur enn at seta Sineus í samband við "Signjotr" og Truvor við "Torvald", skjóta teir upp, at krýnikuskrivarin lesur fornnorrønu orðini 'sine hus' (við húsi) og 'tru voring' (við trúgvum varðhaldsmanni) sum nøvnini hjá Røreks brøðrum: Sineus og Truvor. Um so er, kann hetta væl vera ein norrøn orðing, sum er varðveidd, men misskilt av krýnikuskrivaranum. Summir slaviskir søgufrøðingar halda fast um, at hetta er miskiljing av einari ókendari søgu. Ein onnur ástøði um Rurik, vegna vanliga giftu millum rúsir og slaviskar kvinnur, at hann bæði var slavi og skandinavi. Hendan ástøðin byggir á upplýsingar frá fyrsta modernaða russiska søgufrøðinginum, Vasilij Tatishchev (av Røreksætt sjálvur), sum helt uppá, at Rurik var av vendskari (vandalskari) ætt. Tey, ið líta á Tatishchev, hugsa, at ástøðin byggir á eina burturmista krýniku. Summir søgufrøðingar vilja vera við, at søgusagnarrøtur eru til søgnina, og tískil meta Rurik sum reina søgn. Rørekur í Dorestad. Einasti Rørekur, ið er lýstur í vesturlendskum krýkinum, var "Rørekur í Dorestad", ein konungur úr kongsættini Haithabu. Síðan 19. øld, hava royndir verið gjørdar, at eyðmerkja hann sum víkingaprinsin Rurik í russisku krýnikunum. Rørekur í Dorestad varð føddur o.u. 810/820. Frankiskir krýnikuskrivarar nevna, at hann fekk lond í Fríslandi frá keisara Ludvík 1. Hetta var ikki nóg mikið fyri hann, so hann fór at ræna grannalondini. Hann tók Dorestad í 850, hertók Haithabu í 857 og rændi Bremen í 859. Hetta fekk øði í keisaran, sum tók allar ognir frá honum í 860. Rørekur í Dorestad kom aftur til sjóndar í frankiskum krýnikum í 870, tá fríslendska sjálvsogn hansara vórðu latnar honum aftur. Longu í 882 er hann nevndur sum deyður. Russiska krýnikan ásetur deyða Ruriks at vera í 879. Røreksættin. Røreksættin var leiðandi ættin í Russlandi frá 862 til 1598. Heilt neyvt var Russland ikki til hesa tíðina. Ríkið, sum var til frá 862 til 1240, verður nevnt "Kievrúsaríkið". Mongolar noyddu valdsharrarnar av Røreksættini at fara úr býnum Novgorod. Eftir 1480-árini hevði ættin valdið í einum russiskum ríki og hevði hov í Moskva. Millum eftirkomararnar av Røreksættini eru nakrar aðalsættir í Russlandi (Dolgoruki, Bogolubski, Staricki) og fyrrverandi Stórhertugadøminum Litaviu og Póllandi (Wareg-Massalski, Ostrogski, Zaslawski og øðrum). Ættin byrjaði við Røreki, sum var rúsi og valdsharri í Novgorod, og doyði út við andveika tsarinum Feodor I. Eftir deyða Feodors var ein óstøðug tíð kend sum Trupla tíðin og helt fram til 1613. Tað árið settist Mikhail I í tsarssætið og byrjaði Romanovættina, sum fór at hava valdið í tríggjar øldir. Norrøn útflyting. Vegna yvirskot í fólkatali og tøkniligar fortreytir fluttu nógv fólk úr Skandinaviu í víkingaøld og áðrenn. Norðbúgvar høvdu frálík skip, víkingaskip, sum teir ferðaðust á havinum fyri vestan, og í áunum fyri eystan við. Norrøn útbreiðsla var víttfevnd. Norðbúgvar komu so langt vestur sum til Vínlands (Ný Fundnaland), har teir fingu samband við indiánar og inuittar (sum teir nevndu skrælingar), so langt eystur sum til Uralfjøllini í Garðaríki (Russlandi), har teir fingu samband við handilsmenn frá Silkivegnum, og so langt suður sum til Sisiliu og Grikkalands, har norðbúgvar komu í tænastu hjá keisaranum í Miklagarði (Konstantinopolis, verður nú nevndur Istanbul). Soleiðis skaptu norðbúgvar handilssambond, ið tilsamans rukku longur enn rómverska ríkið nakrantíð gjørdi. Norðbúgvar, ið ferðaðust vestureftir, verða nevndir víkingar. Norðbúgvar, ið ferðaðust eystureftir, verða nevndir sviðar og rúsir. Norðbúgvar, ið ferðaðust suðureftir og komu í tænastu hjá keisaranum í Miklakarði, verða nevndir væringar. Íslendingasøgur nevna, at "stór mannfjøld" flýddi fyri harðræði Haralds Hárfagra, og búsettust í Føroyum, Hetlandi, Orknoyum, Íslandi, "meðan aðrir leitaðu burtur í onnur lond, og bygdu har". Russiska fyrsta krýnika nevnur, at norðbúgvi (altso rúsi) nevndur Rurik (á føroyskum: Rørekur), varð biðin um at koma at fáa frið í lag í slaviskum londum. Av tí er navnið Russland avleitt. Oyggjaleikir. Oyggjaleikir eru ítróttarkappingar millum oyggjalond. Fyrstu leikirnir vóru á Isle of Man. Limalond í Oyggjaleikasambandinum taka lut og skiftast um at vera vertsland. Oyggjaleikirnir verða hildnir annaðhvørt ár. Seinastu leikirnir vóru á Isle of Wight í 2011, og verða aftur á Bermuda í 2013. Meðan leikirnir vórðu hildnir í Hetlandi fingu føroyingar hug at vera vertsland aftur, og ÍSF hevur søkt um at vera vertsland í 2015. Tað bleiv tó ikki til veruleika, men nú sigur Oyggjaleikanevndin, at Føroyar hevur góðan møguleika fyri at gerast vertir í 2019, tað bleiv tó av ongum orsakað av, at Føroyar enn ikki hava nakran góðkendan golfvøll. Luttøka. Tilsamans 27 oyggjar/oyggjabólkar hava luttikið í Oyggjaleikum, harav hava ellivu luttikið í øllum Oyggjaleikum síðan byrjanina í 1985. Yvirlitið er dagført eftir Oyggjaleikir 2015. Fjøll í heiminum. Hetta er eitt yvirlit yvir hægstu fjallatindarnar í heiminum og í hvørjum heimsparti sær. Raðfylgjan av heimspørtunum er soleiðis, at heimsparturin við hægsta punkti er fyrst, og síðani omaneftir. Fyri hvønn heimspart standa fyrst tey hægstu fjøllini, og síðani onnur fjøll, ið eru verd at nevna. Viðmerkingar: Mong fjøll, serliga í Asia, hava fleiri tindar, bara teir hægstu standa her. Í Kaukasus eru 14 aðrir tindar, sum eru hægri enn Mont Blanc, ið er hægsta punkt í Evropa uttan fyri Russland. Tó at Mont Blanc er í bæði Fraklandi og Italia, so er hægsta punktið í Fraklandi. Viðareiði. Viðareiði er norðasta bygd í Føroyum og liggur á Viðoynni. Tað er vøkur bygd við nógvum býlingum. Býlingurin "Við Garð" á Viðareiði er norðasti býlingur í Føroyum, hann er tætt uppi undir Villingadalsfjalli. Hinir býlingarnir eru spjaddir á tí slætta eiðinum, sum er millum Malinsfjall og Villingadalsfjall. Tvær lendingar eru, ein vestanfyri á Helluni og ein eystanfyri við eina vík, sum eitur Eiðsvík, báðar eru brimstøðir, men okkurt um tveir fjórðingar sunnan fyri bygdina er triðja lendingin, undir Leiti, har er altíð lendandi. Á Viðareiði síggjast allar seks Norðoyggjar. 354 fólk búgva á Viðareiði. Miðalaldurin er millum teir lægstu í landinum. 111 fólk eru undir 18 ár; 203 eru ímillum 18 og 67, og 40 fólk eru eldri enn 67 ár. Viðareiði er liðið til tað stórsligna forbergið Enniberg, sum við sínum 750 metrum rísur steyrrætt upp úr Norðuratlantshavi og er eitt av heimsins hægstu forbergum. Søga. Viðareiði var nýggjársbygd. Hagar komu fólk úr grannabygdunum at dansa á nýggjárinum. Piktar. Piktar vóru fornu innbúgvarnir í Skotlandi. Teir livdu í Skotlandi og oyggjunum fyri norðan. Í 4. øld eru teir nevndir í rómverskum skriftum. Landið, sum teir búðu í, var nevnt Piktland ella Piktaland. Nógvar fornar leivdir eru eftir piktar, sum geva nakað av innliti í samfelag teirra. Men lítið av skrift hevur yvirlivað. Vísindin veit ikki eingang hvussu piktar nevndu seg sjálvar. Navnið "piktar" kemur av latínska "picti", sum er navn ið rómverjar góvu fornu innbúgvunum í Skotlandi, tí at teir vóru litprikaðir (tattoveraðir) um stóran part av kroppum sínum. Í samtíð pikta vóru bretar í Onglandi og keltar í Írlandi. Møguliga vóru piktar skyldir at hesum báðum tjóðarbólkum, í ætt ella gjøgnum mentan. Men eingin veit hetta við vissu. Summi skotsk staðarnøvd skulu eitast at vera av piktiskum uppruna. Nøvn, ið byrja við "Aber-", "Lhan-", "Pit-" or "Fin-" bera boð um, at økini hava verið bygd av piktum í fortíðini. Til dømis Aberdeen, Lhanbryde, Pitmedden, Pittodrie, Findochty og onnur. Sjálvt um nógv vitan um piktisk samfeløg ikki er varveidd, so er eitt yvirlit yvir piktakongar varveitt, sum gevur eitt sindur av vitan um piktar. Hitastigar. Menniskju hava brúkt nógvar ymiskar mátieindir til øll møgulig fyribrygdi. Tá talan t.d. er um longd, er ein enskur tummi tað sama sum 2,54 cm. Skalt tú umrokna eina longd í tummum til somu longd í cm, skalt tú falda við 2,54. Skalt tú umrokna frá cm til tummar, gert tú øvugt, tú býtir við 2,54. So einfalt er tað ikki, tá talan er um hitastigar. Bert tveir av hitastigunum hava absolutta nullpunktið sum 0 stig, allir hinir hava ymisk forskotin nullpunkt. Nullpunkt. Í søguligum høpi er tað ikki so langt síðani, at vísindafólk vitstu, at hiti hevði eitt lágmark, eitt absolutt nullpunkt. Franski alisfrøðingurin Guillaume Amontons samanbar í 1702 rúmdarbroytingar í einum lufttermometri og einum kyksilvurtermometri og kom fram til, at lufttermometrið fór at vera "tómt" við ein hita, sum svarar til umleið −240 °C. Landsmaður Amontons', Johann Heinrich Lambert, kom í 1779 fram til, at tað absolutta nullpunktið mátti vera áleið −270 °C. Skotin William Thomson, Kelvin lordur, skrivaði eina vísindagrein í 1848, har hann m.a. roknar absolutta nullpunktið til −273 °C og vísir á, at hiti átti at verið roknaður út frá hesum nullpunkti. Í søguligum høpi er alt hetta rættiliga seint, og tað er tí kanska ikki so løgið, at teir ymisku hitastigarnir, sum hava verið, hava ymisk nullpunkt. Harafturat hava hitastigar verið, sum hava gingið øvugtan veg - tá hitin veksur, minkar talið á stiganum! Soleiðis var m.a. tann upprunaligi celsiusstigin hjá Anders Celsius, men landsmaður Celsius', kendi plantufrøðingurin Carl von Linné, broytti stigan til tann, vit kenna í dag. Men eisini delislestigin gongur øvugtan veg. Hitastigar og festipunkt. Tær løgnu umrokningarnar koma av, at stigarnir hava ymisk festipunkt og serliga av tí, at teir hava ymisk nullpunkt. Í talvuni ber til at síggja festipunktini fyri teir átta mest vanligu stigarnar. Tjúkk, reyð tøl eru gomul festipunkt, meðan tjúkk, grøn tøl eru galdandi festipunkt. Trýstið hevur týdning fyri fleiri festipunkt og er viðmerkt við trý av teimum. Grafisk samanbering. Á myndini eru teir vanligastu átta stigarnir samanbornir grafiskt. Við eini loddrættari striku kanst tú samanbera tølini á øllum stigunum. T.d. vísa bláu strikurnar, at vatn frystir við 273,15 K  =  0 °C  =  32 °F  =  491,67 °Ra  =  0 °Re  =  0 °N  =  7,5 °Ro  =  150 °D, og reyðu strikurnar vísa, at vatn kókar við 373,15 K  =  100 °C  =  212 °F  =  671,67 °Ra  =  80 °Re  =  33 °N  =  60 °Ro  =  0 °D. Umrokning. Í talvuni sæst, hvussu ein roknar frá einum stiga til ein annan. Til ber eisini at brúka lidnar umroknarar á netinum. Eisini er meiri um hvønn stiga í greinini um hann. Falskur nettleiki. Falskur nettleiki kemur fyri, tá numeriskar dátur verða sýndar á slíkan hátt, at bent verður á, at neyvleikin er betri enn hann í veruleikanum er. Eftirsum nettleiki er avmarking á neyvleika, førir hetta ofta til ov stórt álit á nettleikan. Í vísindum og verkfrøði er skikkur, at, um møguligur skeivleiki ikki eyðsýnliga er upplýstur, skulu tølini til framløgu av dátum vera avmarkað av nettleikanum av dátunum. Sjálvt uttanfyri hesar námsgreinir er lyndi til at ganga út frá, at øll siffur uttan null í einum tali hava týdning. Soleiðis kann framløga av ov avgjørdum tølum fáa skoðaran at vænta frægari nettleika, enn hann í veruleikanum fær. Eindarumrokning. Eindarumrokning verður brúkt, tá tøl í einari eind verða roknað um til eina aðra eind. Hetta er ofta neyðugt m.a. orsakað av, at siðvenja er at brúka ávísar eindir í ymsum londum. T.d. eru nógvir formlar knýttir at ávísum eindum. Har verða nýttar altjóða eindirnar (SI-eindir). T.d. er SI-eindin fyri longd metur, fyri kraft newton, o.s.fr. Umrokningarhættir. Einfaldasti hátturin at umbroyta eina eind til aðra er at viðgera eindirnar støddfrøðiliga. Sí dømini fyri at síggja gongdina. 6 ft x 0,3048 m/ft = 1,8288 m Legg til merkis, at fótaeindin dettur burtur, og letur metrarnar standa einsamallar eftir. (Av tí at bæði 6 føtur og 0,3048 metrar til hvønn fót eru fullkomiliga neyv tøl, er svarið við 5 týðandi talteknum fullkomiliga rætt.) 182,88 cm / (2,54 cm/tumma) = 72 tummar Tað eru 12 tummar í einum fóti, tískil eru 72 tummar tað sama sum 6 føtur. 7 míl/s x 1,609344 km/míl x 3600 s/t = 40 000 km/t Tí er ferðin á heiminum umleið 7 míl um sekundið ella 40 000 kilometrar um tíman. Legg merki til, at av tí, at útrokningin byrjaði við einum týðandi taltekni (7-talinum), hevur úrslitið eisini eitt týðandi taltekn (4-talið í 40 000). Um faldast ella býtast skal, verður avgjørt við at hyggja at eindunum og við at gera av, hvør skal burtur. Um vit høvdu býtt við 3600 s/t í umbroytingini omanfyri í staðin fyri at falda, hevði úrslitið verið í kilometurtímum fyri fersekundið, sum eyðsýnt er skeivt og høpisleyst úrslit. Avrunding. Týdningarmikið er at minnast, at umbroytingargongdin ikki kann geva neyvari tøl enn tey, sum vóru frammanundan. Meðan fleiri av umbroytingartættunum í uppslagstalvunum eru neyvir og aðrir óneyvir, tó at teir hava mong, týðandi taltekn, eru øll talteknini, tú fært við roknimaskinu ella blýanti og pappíri, ikki týðandi. Ansa eftir at "runda av hóskandi" eftir útrokning. Longdarmát. Hesi longdarmátini eru á talvuni sýnd við týðandi sifrum. Tað merkir, at einans týðandi siffur eru brúkt til tess at upplýsa tilsvarandi longd eftir metrisku skipanini. Beaufort-talvan. Beaufort-talvan er ein empiriskur háttur at máta vindmegina mest grundað á sjó- og alduumstøður. Fulla navnið er Beaufort-vindmegistalvan. Persónur (máll.). Sagnorð verða m.a. bend í persónum. Talorð. Talorð er orðaflokkur, ið verður brúktur til at siga frá mongdum. Talorð eru, snøgt sagt, tøl. Men heilt so einkult er tað ikki á føroyskum máli. Talorð skulu eisini bendast. Ymiskar bendingar av talorðum verða eisini bólkað aftur í undirbólkar. Hesir eru grundtøl, raðtøl og skiftitøl. Raðtøl. Raðtøl eru bundin talorð, undantikið fyrsti, sum er "hástig" av hjáorðinum "fyrr". Tey bendast í kynum, føllum og tølum. Skjaldarmerki Føroyar. Skjaldarmerki Føroya sæst fyrst í kirkjubøstólunum í umleið 15. øld. Tað ímyndar ein veðr á einum skjøldri. Seinri nýtsla sýnir ein veðr í einum innsigli brúkt av "løgrættumonnum", ið vóru limir gamla føroyska dómstólinum, løgtinginum. Í seinna parti av 19. øld hómast ein trá í føroyingum at hava eitt savningarmerki. Elsta merkið, vit vita um, er veðramerkið. Seinni kom tjaldursmerkið og tíðum veittraðu tey lið um lið. Men eins og grannar okkara fyri vestan, íslendingar, hildu føroyingar ikki, at tað var hóskandi við djóramynd sum tjóðflaggi. Skjaldarmerkið fór úr nýtslu tá ið løgtingið varð niðurlagt í 1816. Eftir at løgtingið varð endurreist í 1852, og sjálvt meðan Føroyar vóru "de-facto" sjálvstøðugar undir seinra heimskríggi, var einki føroyskt skjaldarmerki brúkt. Eftir gildiskomuni av Heimastýrislógini í 1948, kom skjaldarmerki í nýtslu aftur saman við gamla heitinum "løgmaður". Og tað var júst løgmaður, og landsstýrið, og ikki løgtingið, sum nú brúkti skjaldarmerkið. 1. apríl 2004 kunngjørdi Løgmansskrivstovan at frá tí degi fóru løgmaður og Løgmansskrivstovan at nýta hesa nýggju útgávuna av skjaldarmerkinum. Henda nýggja útgávan varð grundað á upprunaligu útgávuna á kirkjubøstólunum. Litirnir vóru íblástir av Merkinum, og gult/gylt lagt afturat. Nýggja útgávan ímyndar bukkandi veðr á skjøldri, klárur at verja. Nýggja skjaldarmerkið kann verða nýtt av føroyskum stjórnarráðum og sendistovum. Summi hava skift, meðan onnur enn nýta gomlu útgávuna. Bretska hersetingin í Føroyum. Bretska hersetingin í Føroyum, ella Operation Valentine'", vardi frá 12. apríl 1940 til 16. mai 1945 undir seinna heimsbardaga. Dagarnir eftir 9. apríl 1940, tá ið Danmark og Noreg vórðu hersett av Týsklandi, vóru ørkymlandi fyri føroyingar. Uttan fyrivaring varð alt samband við Danmark kvett. Telegrafsambandið steðgaði longu um morgunin tann 9. apríl og sambandið sjóvegis steðgaði av sær sjálvum. Løgtingið helt fundir við amtmannin um støðuna fyri at avgera, hvørji tiltøk skuldu setast í verk, nú sambandið til Danmark var kvett. Hesi boðini mundu helst fáa ein og annan upp úr stólinum, og fólk skimaðust íkring og út á hav – men ikki skuggin av nøkrum breta so langt, eygað rakk. So, um middagsleitið tann 12. apríl, komu tveir enskir oyðarar á Havnina. Tveir yvirmenn komu í land og fyrireikaðu myndugleikarnar upp á ta komandi hersetingina. Oyðararnir fóru avstað aftur, men longu dagin eftir komu teir aftur, hesuferð saman við tveimum vápnaðum trolarum og krússaranum "Suffolk". Nú komu tann nýggi enski konsulin, Frederic Mason, og T. B. W. Sandall oberstur í land. Teir hildu stuttan fund við amtmannin og løgtingsformannin, sum handaðu teimum formlig mótmæli í góðsemju, og sostatt var "Operation Valentine", bretska hersetingin av Føroyum, veruleiki. So vórðu teir 250 heldur ørkymlaðu hermennirnir frá Royal Marines settir í land. Marinararnir høvdu ikki fingið at vita, hvar teir skuldu, og fleiri av teimum hildu, at teir vóru í Noregi. Lovat Scouts. Hermennirnir hjá Sandall obersti vóru bara í Føroyum í tveir mánaðar. Tann 25. mai vórðu teir avloystir av Lovat Scouts. Skotska herdeildin var so stór, at teir kundu senda hermenn til so at siga allar oyggjarnar, og sambandið millum ungu hermennirnar og føroyingar varð sera gott. Hermennirnir gjørdust partur av samfelagnum og tóku lut í t.d. grindadrápi, kappróðri á Ólavsøku og sjúkraviðgerð av m. a. særdum sjómonnum av skipum, sum høvdu verið fyri álopi á sjónum. Sum rímuligt er, kom meir enn so fyri, at ungir hermenn og føroyskar gentur funnu saman. Summir giftust og fingu børn undir útisetuni – og summir vendu aftur til Føroya eftir stríðslok fyri at giftast við føroyskum gentum. Tað var tí ein sorgardagur tann 10. juni 1942, tá ið føroyingar noyddust at siga farvæl til Lovat Scouts, tá teir vórðu heintaðir av troppaskipinum "Lady of Man", og fluttir heim aftur til Skotlands. Eftir stuttan steðg í Skotlandi, vórðu teir flestu hermenninir í Lovat Scouts sendir til Kanada til stríðsvenjingar á høgum kavakløddum fjøllum. Í 1943 vórðu Lovat Scouts so sendir til Italiu, har teir luttóku í bardøgum til vápnahvíldina í 1945. Mannfallið var stórt í italsku atsóknini, og mangir av teimum ungu skotunum, sum í tvey ár høvdu haft sína dagligu gongd í Føroyum, lótu lív og ella vóru løstaðir í bardøgunum. The Cameronians. Lovat Scouts vórðu avloystir av 12. herdeild av aðrari skotskari herdeild, Cameronians, sum vóru í Føroyum í eitt ár – frá á sumri 1942 til juni mánað í 1943. Eisini hesir hermennirnir vóru vælumtóktir millum føroyingar - eins og aðrar stríðs- og arbeiðseindir, sum komu til oyggjarnar. 12. deild av Cameronians høvdu væntað, at teir skuldu vera við í álopinum á meginlandið. Teir høvdu, sum undangongumennirnir, vant dúgliga meðan teir vóru í Føroyum, og hildu seg vera væl fyri til bardagar. Men soleiðis gekk ikki. Afturkomnir til Skotlands, varð 12. deild niðurløgd, tí at teir ikki høvdu haft møguleika at venja saman við øðrum hereindum, ið skuldu standa fyri álopinum á Evropu. Hermenn og yvirmenn vórðu fluttir til aðrar stríðseindir, og fleiri av teimum hermonnunum, ið høvdu verið í Føroyum, fóru til Norðurafriku, og haðani til Italiu, har teir luttóku í álopinum. Mangir teirra fullu ella særdust á vígvøllum. Vágar. Leivdir frá Seinna Heimsbardaga vesturi í Vágum. Á várið 1942 hevði bretska stríðsleiðslan gjørt av, at flogvøllur skuldi byggjast í Vágum, sum kundi veita stuðul til tann hermálsliga týdningarmikla flutningin um Atlantshav. Hetta førdi við sær, at talið av hermonnum í Føroyum øktist munandi. Tá harðast leikaði á, vóru upp móti 8000 hermenn í Føroyum, yvir 5000 av teimum í Vágunum. Flogvøllurin og ein miðstøð fyri sjóflogfør á Leitisvatni vórðu bygd eftir sera stuttari tíð, og meðan byggingin stóð við, yddi tann annars so friðarliga Vágoyggin við hermonnum frá m. a. Royal Engineers, Royal Pioneers, Royal Artillery og Royal Air Force. Upprunaætlanin var at byggja eina flogstøð har vesturi við 50 flogførum, og yvir 1650 starvsfólkum. Men sum kríggið leið í 1943 – 44, broyttist hermálsliga støðan í Norðuratlantshavi, og hetta førdi við sær, at ætlanin við flogstøðini varð frágingin. Og flogvøllurin, sum upprunaliga skuldi hava tvær lendingarbreytir, endaði við teirri eini breytini. Í 1944 fór bretska hersetingarvaldið undir at flyta hermenn úr Føroyum aftur, og tá ið sigursskrúðgongan varð hildin í Havn tann 13. mai 1945, vóru bara 400 bretar við. 16. mai 1945 endaði bretska hersetingin í Føroyum. Men undir hersetingini vórðu bondini millum Føroyar og Bretland styrkt og hava verið góð síðan. Vøluspá. Tað finnast tvær fullfíggjaðar uppskriftir av kvæðnum, onnur í tí sokallaðu "kongabókini" Codex Regius, meðan hin er at finna í Hauksbók. Munurin millum uppskriftirnar er lítil, stavsetingin brýtur frá og onkur ørindi mangla í báðum. Vanligt er tí at nýta ein “normaliseraðan” tekst, har holini í aðrari útgávuni eru fylt út úr hinari. Úrslitið er tann kenda útgávan av Vøluspá við 66 ørindum, yrktar í kvæðaháttinum "fornyrðislag". Tað sum serliga skilur Vøluspá frá øðrum gudakvæðum er, at tað ikki bara er ein uppremsan av ymsum mytologiskum frumevnum, men at kvæðið hevur eina nøkulunda samanhangandi søgugongd úr byrjan í enda. Fleiri kvæði? Tað er eitt sindur óvist, hvar og nær Vøluspá er yrkt. Helst er kvæðið sett saman í Íslandi onkuntíð seint í 10. øld, altso stutt fyri kristningini av landinum. Óvissan er tó grundað á ta sannroynd, at partar av Vøluspá tykjast at vera eldri enn aðrir. Hetta, og so frávik í frásagnarhættinum, bendir á, at kvæðið er sett saman av fleiri eldri mytiskum kvæðum. Endurskipaði teksturin hjá Bugge. Ein afturvendand spurningur viðvíkjandi Vøluspá er: hvør er tað, ið vølvan tosar við? Hóast hon í innganginum biður “allar heilagar verur” t.v.s. mannaættina um ljóð, og fleiri ferðir setur spurningin: “Skilja tit nú ella hvat?”, so benda fleiri skeivt sett ørindi inni í sjálvum tekstinum á, at Vøluspá, sum onnur norrøn kvæði, upprunaliga hevur havt ein episkan inngang. Hetta fekk norska filologin Sophus Bugge (1833-1907) at gera eina lítla endurskipan av tekstinum, har hann flutti ørindini 22, 28 og 29 fremst í kvæðið. Ver tó varugur við, at henda endurskipan, hvussu logisk hon enn kann tykjast, merkir, at kronologiska uppsetingin í upprunatekstinum er broytt. Vøluspá. Um vit nýta tann endurskipaða tekstin hjá Bugge, so byrjar Vøluspá við at siga frá vølvuni og seiðkvinnuni Heið, sum undir andamáning í einsemi fær vitjan av Óðini. Hin gamli ásagudurin gevur henni gávur at síggja út í ymsar heimar. So byrjar vølvan sína frásøgn við at siga frá um upphavið, hvussu tíðin tók sína byrjan í tí mytisku frumglopruni Ginnungagapi, um hvussu frumlutirnir vórðu til, og hvussu gudarnir fingu skil á tí skipaða alheiminum. Eftir hetta kemur parturin ið vanliga rópast "Dvørgatal", har vølvan sigur frá upphavi dvørganna og reksar eina rúgvu av dvørganøvnum upp. (Dvørgatal er helst eitt kvæði fyri seg, sum av einari ella aðrari orsøk er vavt upp í Vøluspá). Síðan sigur vølvan frá, hvussu fyrstu menniskjuni vórðu skapt, og um nornurnar, lagnuguddómarnar, ið halda til við einari av rótunum á Yggdrasils aski. Vølvan sigur eisini frá umstøðunum viðvíkjandi tí fyrsta krígnum í heiminum, tá gudaættirnar æsir og vanir ruku í krovið á hvørjum øðrum, orsakað av drápinum av tí frumkendu Gullveig. Í øðrum parti verður hin ljósi og góðlynti Baldur dripin. Drápið hevur við sær eina røð av ræðugerðum, sum enda við ragnarøkum, har gudar og jatnir útrudda hvønn annan. Ragnarøkur gera enda á heiminum, jørðin søkkur í kav, og alt endar aftur í sínari upprunastøðu í ti myrka ruðuleikanum. Sambært vølvuna skal ein nýggjur heimur tó rísa úr havinum. Har skulu Baldur og drápsmaður hansara Høður ráða fyri borgum. Ein nýggjur gullaldur skal koma, men fyri at gera vart við at alt gongur í ring, hómast hin ræðuligi ormurin Niðhøggur í sjónarringinum, ein áminning um at eisini hesin nýggi heimurin er dømdur til undirgang og deyða. Rúsir. Rúsir (eintal rúsi) vóru norrønur ættbólkur ið búði eystanfyri í Eystrasalti. Hesir vóru helst eftirkomarar hjá svium, men hetta er óvist. Í hvussu so er høvdu rúsir tætt samband við sviðar og norðbúgvar annars. Orðið "rúsir" verður brúkt um teir norðbúgvar, ið ferðaðust eystureftir í norrønu útflytingini. Sjónarváttarfrágreiðing. Fyrsta sjónarváttarfrágreiðingin um lívið hjá norðbúgvum, er frá muslimska sendiharranum Ahmad ibn-Fadlan (arábiskt: أحمد ابن فضلان), sum í 922 kom í samband við rúsir við ánna Volgu. Eftir frásøguni metir hann teir sum norðbúgvar. Skaldsøgan "Eaters of the Dead" eftir Michael Crichton byggir á frásøgu Ahmadar ibns-Fadlans, sum eisini er gjørd til film við navninum "The Thirteenth Warrior". Kievrúsaríkið. Rættarskipanin í Kievrúsaríkinum eftir Ivan BilibinRørekur og brøður hans koma til Ladogu.Sambært Russisku fyrstu krýniku gjørdu finnar og slavar uppreistur ímóti sviðum. Eftir uppreisturin var ófriður í slaviskum londum. Teir heittu so á "Rurik" (føroyskt: Rørekur) um at koma at fáa skil aftur á landið. Hann kom og gjørdi sum umbiðið og stovnaði harvið Kievrúsaríkið, sum var fyrsta slaviska ríkið. Í 13. øld flutti Røreksættin til Moskvu, sum tá bleiv høvuðssaður í einum russiskum ríki. Rúsir løgdu við hesum navn til Russland. Støddin á søguliga Kievrúsaríkinum svarar í stødd rættiliga væl til núverandi Ukrainu. Summir slavskir sgøufrøðingar eru tó ikki samdir við hesari frágreiðingini uppá fyrsta slaviska ríkið. Teir setar spurnartekin við trúvirðið í "Russisku fyrstu krýniku". Teir halda í hvussu so er ikki, at tað er trúligt, at norðbúgvar skulu hava stovnsett fyrsta slaviska ríkið. 1906. 1906 (MCMVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár. Fyrsti dagurin var ein mánadagur. 1943. 1943 (MCMXLIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár. Fyrsti dagurin var ein fríggjadagur. 1940. 1940 (MCMXL) var eitt leypár, eftir tí gregorianska kalendaranum var fyrsti dagurin ein mánadagur. 1936. 1936 (MCMXXXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár. Fyrsti dagurin var ein mikudagur. 1932. 1932 (MCMXXXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár. Fyrsti dagurin var ein fríggjadagur. 1928. 1928 (MCMXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1924. 1924 (MCMXXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum týsdegi. Bókmentir. André Breton gevur út tað fyrsta manifestið fyri surrealismu. 1920. 1920 (MCMXX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1908. 1908 (MCMVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1918. 1918 (MCMXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1916. 1916 (MCMXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum leygardegi. Bókmentir. "A Portrait of the Artist as a young Man" hjá James Joyce 1914. 1914 (MCMXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi. Bókmentir. "Dubliners" hjá James Joyce Fótbóltur. Everton vinnur enska meistaraheitið. 1912. 1912 (MCMXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum mánadegi. Bókmentir. "Sons and Lovers" hjá D.H. Lawrence 1910. 1910 (MCMX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1911. 1911 (MCMXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1942. 1942 (MCMXLII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár. Fyrsti dagurin var ein hósdagur. 1872. 1872 (MDCCCLXXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1889. 1889 (MDCCCLXXXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum týsdegi. 1849. 1849 (MDCCCXLIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1871. 1871 (MDCCCLXXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Indo-evropeisk mál. Indo-europeisku málini fata um áleið 443 (SIL-meting) mál og málføri talað av umleið trimum milliardum fólkum, herundir flestu stóru málini í Evropa og vestara Ásia, sum hoyra til eina einkulta yvirfamilju. Nútíðarmál í hesi yvirfamiljuni fata um bengali, enskt, franskt, týskt, hindi, persiskt, portugisiskt, russiskt og spanskt (hvørt móðurmál hjá meiri enn einari milliónum fólkum), eins væl og mong onnur tjóðar- og minnilutamál. Flokking. Ivaleyst vóru onnur indo-evropeisk mál, sum nú eru horvin uttan spor. Tey lutvísu málini etruskiskt og rætiskt kunnu ikki flokkast við nakrari vissu, uttan at tey helst eru indo-evropeisk. Fleiri undirfamiljur eru skotnar upp, her ímillum italo-keltisk og græko-ariskt. Hvørgin av hesum verða vanliga góðkendar. indo-hittitiskt sipar til hugsanina, at týðandi munur er millum anatolsk og og hinar flokkarnar. Uppskotnar yvirfamiljur. Summir málfrøðingar skjóta upp, at indoevropeisk mál eru partur av einari hugsaðari nostratiskari yvirfamilju, og royna, at finna skyldskap millum indo-evropeiskt og aðrar málfamiljur, so sum suðurkaukasisk mál, altaisk mál, uralsk mál, dravidisk mál og afro-asiatisk mál. Ósemja er um hetta ástøði eins væl og líknandi ástøðið um evrasiatisk mál Josephs Greenbergar og ástøðið um frumpontisk mál Johns Colarussos. Søga. Møguleikin fyri einum felags uppruna fyri summi av hesum málunum varð fyrst skotin upp av Marcusi Zueriusi van Boxhorn í 1647. Tó gjørdust uppskot hansara ikki viðgitin og tí ikki kannað. Hugsanin varð aftur skotin upp av Sir Williami Jones, sum legði merki til líkskapir millum fýra av teimum eldstu málinum kend í hansara tíð, latíni, grikskum, sanskrit og persiskum. Skipaður samanburður millum hesi og onnur gomul mál varð framdur av Franzi Bopp, og stuðlaði hesum ástøði, "Samanberandi mállæran" Franzar Bopps, ið kom fram millum 1833 og 1852 er mett at vera byrjanin til indo-evropeiska gransking sum hægri lærugrein. Fortalarar fyri kurgisku hugsanini hava lyndi til at dagfesta frummálið til umleið 4000 f.Kr.. Fortalarar fyri anatolska upprunanum vanliga dagfesta tað fleiri túsundár fyrr. Teir seinnu seta útbreiðsluna av indo-evropeiskum málum í samband við útbreiðsluna av landbúnaði í yngru steinøld. Kurgiska hugsanin. Upprunaliga skotin upp av Marija Gimbutas í 1950-árunum. Henda hugsanin, við ymsum broytingum, er í dag eyðsýnliga hin mest góðtikna ímillum málfrøðingar. Sambært kurgisku hugsanini varð indoevropeiskt talað í koparaldarligum grasfløtumentanum í 5. túsundári f.Kr. millum Svarta havið og Volgu. Kappingarhugsanin. Colin Renfrew skeyt í 1987 upp, at útbreiðslan av indo-eropeiskum hevði samband við kollveltingina í yngru steinøld, at málini friðarliga breiddu seg úr Lítla Ásia frá umleið 7000 f.Kr. við menningini av landbúnaði ("menningarbylgja"). Samsvarandi hevði alt Evropa í yngru steinøld talað indo-evropeiskt. Kurgisku fólkaflytingarnar hevði í mesta lagi sett indo-evropeisk málføri í staðin fyri onnur indo-evropeisk málføri. Thomas Gamkrelidze og Vyacheslav V. Ivanov staðfestu í 1984 indo-evropeiska heimlandið við vatnið Urmia. Teir skutu upp, at armenskt var málið, ið var verandi í indo-evropeisku vøgguni meðan onnur indo-evropeisk mál fóru úr heimlandinum. Teir eru eisini upprunin til Glottaliska ástøðið. Summi hava víst til svartahavs-syndaflóðar-ástøðið, ið dagfestir upprunan til umleið 5600 f.Kr., sum beinleiðis orsøk til indo-evropeiska útbreiðslu. Henda hendingin fór fram í yngru steinaldartíðum, og er eitt sindur ov tíðliga til at samsvara við kurgiska fornfrøði. Tó kann ímyndast, at ein hending í fjaru fortíð Sredny Stog-mentanarinnar og fólksins, ið livdu í lendinum, ið nú er undir Asovsjónum, sum møguligar undan-frum-indo-evropearum. Onnur ástøði eru til, sum ofta hava tjóðskaparligan dám. Onkuntíð eru tær á markinum til tjóðskaparligt dulspeki, ofta staðseta fortalararnir menningina í sínum egna landi. Serliga Yngru steinaldar-framhaldar-ástøðið, sum er skotin upp av italskum ástøðingum, ið gongur út uppá, at indo-evropeiskt kemur frá evropeiskum mentanum í yngru steinøld. Summir indiskir ástøðingar lata vediskt sanskrit koma frá indusdalar-mentanini, uppáhaldandi, at vedisk sanskrit í grundini er samlík frum-indo-evropeiskum, og at øll onnur málføri í síðsta enda mugu føra aftur til gomlu indusdalar-mentanina í umleið 3000 f.Kr.. Hetta ástøði er ikki alment góðtikin av lærdum. Fólkaflytingatíðin. rightFólkaflytingatíðin er heiti, sum søgufrøðingar brúka um fólkaflytingarnar frá ár 300 til 900 í Evropa. Millum aðrar umfataði fólkaflytingarnar germanskar og slaviskar ættbólkar, gotar, vandálar og frankar. Fólkaflytingin er helst sett í gongd av innrásini av húnum úr eystri seint í 4. øld. Fólkatalsbroytingar og veðurlagsbroytingar hava møguliga eisini havt ávirkan á gongdina. Nútíðarfrásøga. Mett verður, at húnir, sum undan fólkaflytingatíðini vóru ókendir í Evropa, lupu á eysturgermanar í 4. øld, og at trýstið frá teimum vestureftir hevur sett stórar fólkaflytingar í gongd. Húnir herjaðu á rómverjar og aðrar tjóðir rundan um. Germanar fluttu undan húnum vestureftir, longubardar, vesturgotar og vandálar fluttu hvørjir longri enn hinir fyrru vestureftir og trýstu keltar undan sær. Keltar fóru til Írlands um Frakland og víðari til Skotlands. Keltiskt mál bleiv við tíðini høvuðsmál bæði í Írlandi og Skotlandi. Anglar og saksar fóru til Onglands og róku bretar undan sær. Angulsaksiskt mál bleiv skjótt høvuðsmál í Onglandi meðan bretskt mál (valisiskt mál) var verandi høvuðsmálið í Wales. Eftir fólkaflytingatíðina kom víkingaøld við sínum fólkaflytingum. Fólkaflyting í germanskum skaldskapi. Fólkaflytingin, innrásin av húnum og ófriðurin sum í fólkaflytingatíðini hava sett týðilig spor í germanskan skaldskap. Føroysku Sjúrða kvæðini, íslendsku søgurnar Vølsunga søga og Tíðriks søga, týska Nibelungenlied og angulsaksiska Bjovulfs drapa (á nútíðarenskum: Beowulf) greiða øll frá hendingum, sum fóru fram í fólkaflytingatíðini og frá innrásini hjá húnum. Fyrsti táttur í Sjúrðar kvæðunum, Regin smiður, greiðir frá, at ófriður gekk á kong Giurs lond, at bardagar eru suðuri við sjóvarstrond, og, at av teimum, ið fóru í kríggj, kom eingin heim. Men hvør er Giur kongur? Ein burgundarkongur er nevndur í søguligum keldum, sum æt Gibika. Hann er mettur at hava livað um ár 400. Gibika kongur var millum fyrstu menn í vestri, sum húnir lupu á. Søgugranskarin Guðmund Schütte setir metir Giur kong vera Gibika kong, og hann metir, at bardagarnir suðuri við sjóvarstrond eru bardagar við Svartahavsstrendurnar. Seinni siga Sjúrða kvæðini frá Artala húnakongi, sum mettur er at vera Attila húnakongur. Karlamagnus livdi eisini í fólkaflytingatíðini, sum føroyskt kvæði eisini eru um. Karlamagnus førdi harðligt kríggj m.a. ímóti heidnum germanskum ættbólkum, sum hann vildi kristna. Summir søgufrøðingar halda, at júst Karlamagnus var við til at seta gongd á víkingaøld við sínum álopum á heidnar germanskar ættbólkar. Víkingaálopini vóru í byrjanini álop á kristin fólk, sum nýliga vóru komin norðureftir. Seinni fóru teir tó at leggja land undir seg. Germansk mál. Germansku málini eru ein grein av indo-evropeisku málfamiljuni. Størstu germansku málini eru enskt og týskt, sum eru móðurmál hjá umleið 340 og 120 miliónum fólkum ávíkavist. Onnur týdningarmikil mál umfata lágtýsk mál, herundir niðurlendskt, og skandinavisk málini danskt, norskt og svenskt SIL-"Tjóðlívsfrøðin" hevur yvirlit yvir 53 ymisk germansk mál og málføri. Teirra felags forfaðir er Felags germanskt, helst talað í miða 1. ártúsundi f.Kr. í Jarnaldarevropa. Felags germanskt og allir tess eftirkomarar eru eyðkend av fleiri serligum málfrøðiligum sereyðkennum. Mest kenda er hjáljóðabroytingin kend sum "Grimms lóg". Fyrstu germansku málførini koma inn í søguna við germanskum ættbólkum, ið seta seg niður í norðara Evropa fram við markið við Rómverska ríkið frá 2. øld. Skrift. Elstu prógvini fyri germanskt koma frá nøvnum skrásett í 1. øld av Tacitus, og eina einkulta ferð í 2. øld f.Kr. á Negau-hjálminum. Umleið frá 2. øld mentu summir talarar av fyrstu germansku málførunum eldra fuþarkin. Fyrstu rúnaristirnar eru í størstan mun avmarkaðar til persónsnøvn og torfør at tulka. Gotiska málið varð skrivað við gotiska stavraðnum ment av biskupinum Ulfilas til týðing hansara av Bíbliuni í 4. øld. Seinni byrjaðu kristnir prestar, ið talaðu og lósu latín afturat sínum germanska máli, at skriva á germanskum málum við lítið broyttum latínskum stavum. Men í Skandinavia, og í londunum fyri vestan, var rúnastavraðið vanliga brúkt alla víkingaøld. Afturat vanliga latínska stavraðnum, brúktu germansku málini ymisk serliga frámerki og eyka stavir, herundir Umlaut og ß ("Eszett"), Ø, Æ, Å, Ð, Ȝ, Þ (Þorn) og Ƿ, frá rúnum. Søguligt prentað týskt er ofta prentað sum gotisk skrift. Søga. Øll germansk mál eru hildin at koma frá einum hugsaðum frumgermanskum máli. Hetta bleiv helst til í jarnøld áðrenn Rómverska ríkið í norðara Evropa frá umleið 500 f.Kr.. Aðrar felags nýskapanir, ið skilja germanskt frá frum-indoevropeiskum, benda á eina felags søgu hjá undanfrumgermanskum talarum gjøgnum norrønu bronsuøld. Í tíðini tá ið germanskt mál er staðfest fyrstu ferð, hevði germanskt mál býtt seg í tríggjar bólkar, vesturgermanskt, eysturgermanskt og norðurgermanskt. Hvussu sambandið hevur verið millum tey, ber illa til at staðfesta heilt neyvt frá teimum fáu rúnaristunum. Tey vóru sína millum skillig gjøgnum fólkaflytingatíðina. lombardiska málið í 6. øld, til dømis, kann upprunaliga hava verið norður- ella eysturgermanskt, sum síðani varð gjørt vesturgermanskt eftir, at lombardarnir settust niður við Elbe. Vestari bólkurin er blivin til í rómversku jarnøld. Eystari bólkurin kann hava fingið sítt mál frá málinum í Gotlandi í 1. øld. Hetta ger Svøríki til upprunaliga heimlandið hjá Norðurgermanskum. Elsti varðveitti samanhangandi germanski teksturin er gotiska týðingin av nýggja testamenti eftir Ulfilas úr 4. øld. Gamlar niðurskriftir av vesturgermanskum eru á fornhágtýskum og anglosaksiskum í 9. øld. Norðurgermanskt er bara kent frá spjaddum rúnaristum sum frummnorrønt til tað mennist til fornnorrønt umleið 800. Longri rúnaristin eru varðveittar úr 8. og 9. øld. Longri tekstir við latínskum stavum eru varðveittir úr 12. øld (Íslendingabók), og nøkrum yrkingum so gamlar sum tíðliga í 9. øld. Í umleið 10. øld eru málførini broytt so mikið nógv, at tey eru illa skillig sína millum. Málsliga sambandið millum noorðbúgvarnar ið settust niður í Danalóg í Onglandi við Anglosaksar setti spor í enskt mál. Hetta sambandið er mistonkt fyri at vera orsøk til samanfallið av gomlu ensku mállæruni, sum førdi til miðalenskt frá 12. øld. Eysturgermansku málini mistu týdning frá endanum á fólkaflytingatíðini. Burgundar, Gotar og Vandálar gjørdust málsliga partur av grannum sínum umleið í 7. øld uttan krimiskt gotiskt, sum helt á til 18. øld. Gjøgnum miðøld býttust vesturgermansku málini av oyggjamenningini av miðenskum á einari síðu, og øðrum germanska ljóðskiftinum á fastlandinum á hinari, sum førdi til hátýskt og lágtýskt við miðtýksum í miðuni. Norðurgermansku málini vóru hinvegin enn meira sína millum skillig. Í stórum varðveittu tey førleikan at skilja hvønn annan til nýggja tíð. Flokking. Legg merki til at munur millum undirfamiljur av germanskum sjáldan neyvt eru ásettar. Orðatilfeingissamanburður. Fleiri av orðunum niðanfyri hava skift týdning. Til dømis hevur orðið "epli" á føroyskum fingið annan týdning enn upprunin var, og nú verður nýggja føroyska orðið "súrepli" brúkt til gamla týdningin av epli. Harafturat líkist føroyska orðið "kavi" frá hinum málunum í talvuni. Ávísingar úteftir. * Litava. Litava (Litaviskt: "Lietuva") er lýðveldi í Miðevropa. Litava hevur mark við Eystrasalt, Russland (Kaliningrad) og Lettland í norðri, Pólland í vestri, og Hvítarussland. Litava mørkini eru, kanska meiri enn onnur evropeisk, broytt óteljandi ferðir í søguni. Litava skilur seg á mangan hátt frá hinum báðum Baltalondunum. Meginparturin av fólkinum er litavar; í Estlandi og Lettlandi er rættiliga stórur partur av fólkinum tilfluttir russarar. Mesta fólkið býr eisini inni í landinum - har høvuðsstaðurin, Vilnius, eisini er - og ikki við strendurnar. Triðja, sum víkur frá, er fruktagóða jørðin. Litava var fyrsta landið í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, sum tók loysing, og síðan hevur Litava leita vestureftir. Litava er limur í bæði NATO, ES og ST. Litava gekk soleiðis á odda fyri at koma burturúr Sovjetsamveldinum, og tað kostaði eisini eitt hart stríð við stjórnina í Moskva, sum eisini royndi at brúka vald at steðga loysingarroyndini. Búskapur. Litava er eitt land í vøkstri og við nógvum møguleikum, og landið hevur ment seg til at hava ein opnan marknaðarbúskap. Litava hevði ætlað at gerast partur av evra-samstarvinum í ES í 2007, men orsaka av ov høgari inflatión, sleppur Litava ikki við enn. Landbúnaðurin hevur stóran týdning fyri litavska búskapin. 1896. 1896 (MDCCCXCVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byjaði á einum mikudegi. Sørvágur. Sørvágur er ein bygd í Vágum, hon er inni á botni á Sørvágsfirði. Bygdin er í seinnu tíðini vaksin skjótt, og er nú millum tær størstu í oyggjunum. Har er bæði veðurgott og kyrt, og tað má sigast at vera heldur góð skipahavn. Fiskipláss er tað av teimum bestu. Innast á fjørðinum er ein avbera stórur sandur. Á sunnara síðu á Sørvágsfirði er Selvík, har var fyrst í seinastu øld hvalaveiðistøð. Søga. Í tveimum av bygdunum í Vágum hava útgrevstrar víst, at bygdirnar helst stava heilt afturi frá landnáminum. Bæði í Sandavági og í Sørvági eru toftir funnar av so gamlari búseting, at búsetingin verður hildin at vera minst 1000 ára gomul. Forna búsetingin. Í fimmtiárunum, tá grivið varð út fyri nýggjum skúla í Sørvági, komu menn fram á hesa gomlu búseting. Dygst undir, har gamla fimleikahøllin varð bygd, vórðu leivdirnar av búseting funnar. Fornfrøðingar komu vestur og gróvu økið út og máldu, teknaðu og kortløgdu garðin. Fyri fleiri árum síðan varð forn búseting aftur funnin í kirkjugarðinum í Sørvági. Henda búseting er ikki kannað enn og tí verður heldur ikki grivið í hesum partinum av kirkjugarðinum. Henda búseting er við Hanusará eins og tann fyrra. Vit kunnu sostatt staðfesta, at fyrsta búseting í Sørvági hevur verið uttanfyri Kirkjuá, niðan við Hanusará. Seinni, helst einaferð millum 1200 og 1400, er so tað hent, at bygdin er flutt millum Kirkjuá og Stórá at vera. Í 1600-talinum vita vit rættuliga vist, at eingin búseting var uttanfyri Kirkjuá, so tá er bygdin flutt. Teir tríggir hagarnir. Tá fyrstu kendu skrivligu keldurnar taka við í 1584, nevniliga jarðarbøkurnar, eru bert tríggir garðar í bygdini. Bøndurnir, ið eru nevndir við navni eru: Philipus Gregersen, Niels Andersen og Thommes Nielsen. Hesir báðir seinastu eru hildnir at vera feðgar. Ein uppsitari er til hvønn hagan í bygdini, Suðrtriðing, Norðurtriðing og Úttriðing. Hesi haganøvn eru sera gomul og síggja vit tey stundum í tingbókunum frá fyrst í 1600 árunum og fram. Og tey eru helst eldri enn tað. Tað sýnist sum at bygdin er vaksin rættuliga nógv seinast í 1500-talinum, tí fyrst í 1600-talinum eru tey trý festini býtt sundur í átta festi. Sama uppbýtið av jørðini er líka fyrst í 1800-talinum, men hagarnir eru framvegis tríggir í tali. Aðalsjørðin og kongsjørðin. Aðalsættin Benkenstock í Noregi átti, helst frá byrjan í 1400-talinum og til 1660-árini, alla jørðina í Sørvági, allar 48 merkurnar. Um 1665 seldu tey sína jørð í Sørvági til ein dana, nevndur Severin Fohrman, hesin varð av føroyingum róptur "Servin". Servin byrjaði longu í 1667 at selja jørðina aftur til føroyingar. Eftir hetta er meginparturin av jørðini í Sørvági ognarjørð. At ein eigari var til jørðina, og at hann ikki var føroyingur ger helst, at nærum eingin kongsjørð er í bygdini. Tann eina hálvmørkin, ið er kongs í Sørvági vita vit stavar frá 1729, tá ein maður nevndur Sunnivu Jógvan rýmdi av landinum uttan loyvi. Hansara jørð fór tá undir kong. Fólkavøksturin. Við jarðarbókini sum keldu kunnu vit ætlað, at fólkatalið í Sørvági í 1600-talinum ikki hevur verið stórt meira enn eini fimti fólk. Og tað er vaksi seint, tí í fyrstu veruligu fólkateljingini, ið er til skjals frá 1801, búgva í Sørvági bert 86 fólk, gott fimti ár seinni í 1855 búgva 163 fólk í Sørvági. Stóra boomið í fólkatalinum í Sørvági kemur eftir 1856 við fríhandlinum og nógv økta útróðrinum, ið harav stóðst. So fyri Sørvág hevði henda lóg sera stóra ávirkan, má sigast. Í dag búgva út við 1000 fólk í Sørvági og lítla bygdin, ið stóð millum áirnar báðar Kirkjuá og Stórá fyri gott hundrað árum síðan er langt síðan farin upp um allar áarbakkar, og breiðir seg nú langt suður um og vestur um gamla bøin og út í tað, sum fyri bert fáum árum síðan var hagi. Fiskakeypararnir. Um ár 1900 vóru átta reiðarar og fiskakeyparar í Sørvági, ið høvdu hvør sína brúgv úti á Bakka og egnar og aðrar bátar, ið avreiddu til teirra. Einstaklingar og menn við stórum familjum fluttu til bygdina í hópatali at lívbjarga sær sum útróðrarmenn. Úti á Stongum vóru 6 fiskastykki, úti í Geilini 1 og úti á Bakka 4. Føroya fyrsta flakavirki. Fyrsta flakavirki í Føroyum sá dagsins ljós í Sørvági í 1953, og var tað tann framfýsni Dánjal Niclasen, stjóri í pf. N. Niclasen, sum læt hetta gera. Fyrstu árini varð skorið við hond, men í 1962 fekk flakavirkið í Sørvági ta fyrstu flakamaskinuna í landinum. Í 1993 var givið við flakavinnuni í Sørvági – seinni er virkið bygt um til at virka alilaks. Saltfiskavirkið, ið upprunaliga hoyrdi til flakavirkið, hevur mesta partin av tíðini framleitt saltfisk undir skiftandi eigarum. Kirkjan. Kirkjan í Sørvági er bygd í 1886, men kirkjur vóru undan henni, tann fyrsta stavar helst frá siðaskiftinum um 1583. Áðrenn siðaskifti sigst at eingin kirkja var men eitt bønhús og passar hetta helst, tá hugsa verður um lága fólkatalið, ið var tá. Bønhúsið stóð har koyrivegur nú er niðan gjøgnum bygdina, áleið har Útistova stóð, og niðanfyri bønhúsið var gravstað. Í 1920-unum, tá ein renna varð grivin oman gjøgnum bygdina, varð komi fram á henda gravstað. Skúlin. Frá u.l. 1832 var skúli hildin í Sørvági, men fyrstu mongu árini mátti skúlin halda til í leigaðum hølum. Frá 1854 til 1880 var eingin skúlagongd men bert heimaundirvísing. Í 1880 verður aftur lærari settur og helt hann skúla í leigaðari stovu í húsunum "hjá Stoffa" rópt. Fyrsti skúlin í Sørvági varð bygdur í 1887. Í 1957 var eldri parturin av núverandi skúla bygdur, gamla fimleikahøllin er frá 1959 og sunnasti parturin av eldra skúlanum varð bygdur í 1961. Nýggi parturin av skúlanum, tann niðari, og nýggja fimleikahøllin, vórðu bygd í 1989. Gamli svimjihylur við Bonursahyl varð bygdur summarið 1930 til svimjiundirvísing. Innandura svimjihylurin varð bygdur í 1974, beint við skúlan og varð tann gamli tá niðurlagdur. Stokkhólmur. Stokkhólmur (svenskt: "Stockholm") er høvuðsstaður í Svøríki, og hevur umleið 868 141 íbúgvar. Stokkhólmur er í Stokkhólms kommunu í Stockholms län. Hann er á eysturstrond Svøríkis. Ungdómsófriður í mai 2013. Í Husby, har 81,9 % av teimum umleið 12 000 íbúgvunum hava útlendskan uppruna, hevur verið sera ófriðarligt í mai 2013. Ófriðurin, sum fyri tað mesta stavar frá ungum við fremmandum uppruna, byrjaði sunnukvøldið 19. mai 2013, tá eini 40 ungfólk í Husby settu eld á bilar og steinaðu eftir bæði politistum og fólki frá bjargingartænastuni. Eldur varð settur á tríggjar skúlar, harav tann eini brann í grund, og í minsta lagi 129 bilar blivu brendir í forstøðunum Husby, Rinkeby og Tensta. Í Älvsjö, sunnan fyri Stockholm, varð millum annað eldur settur á eina politistøð, umframt at rútar blivu knústir og annað herverk gjørt. Í Jakobsberg steinaðu ungfólkini politistøðina, so fleiri rútar fóru í knús, og í Skarsholmen gekk herverkið út yvir ein barnagarð, sum eldur varð settur á. Bæði í Rinkeby, Skarpnäck, Norsborg, Kista og Tensta, var eldur settur á bilar og bygningar. Politiið hevur tilsamans tikið eini 35 fólk, og í eina førinum er talan um handtøku fyri morðbrand. Politiið hevur handtikið fleiri fólk, sum verður sagdur at stava frá, at ungdómsarbeiðsloysið er stórt, men eisini, at hesi ungu duga illa at laga seg til svenska samfelagið. Ófriðurin byrjaði, eftir at politistar í Husby skutu og drupu ein 69 ára gamlan mann við útlendskum uppruna, eftir at hann hevði hótt við einum masjetu-knívi. Landafrøði. Høvuðsstaðurin í Svøríki, Stokkhólmur, er bygdur á oyggjum og hólmum. Í skergarðinum við Stokkhólm eru sker, hólmar og oyggjar í túsundatali. Fáastaðni í heiminum sært tú tað, ið er honum líkt. Har eru angandi bøur, reyð timburhús og bláur sjógvur, og um summarið kemur hópur av ferðafólki í hetta "frítíðarparadísið". Fyri túsund árum síðan var vatnið Mälaren ein partur av Eystrasalti. Men landið hækkaði og legði eina gátt ímillum havið og vatnið. Á hesari gáttini varð Stokkhólmur bygdur í 13. øld. Búskapur. Nógv handilsvirksemi er í býnum, har nógvar stórar fyritøkur halda til. Ídnaðarvirkini eru eisini nógv, og í havnini liggja skip úr øllum ættum. Mentan. Inni í býnum eru nógvar stórar borgir, prýðiligast eru kongsborgin, ráðhúsið, Tersinska Palatset og Arvfurstens Palats. Har eru eisini stór fornminnissøvn, og har síggjast minnir frá teirri tíðini, Svøríki var eitt høvuðslandið í Norðurevropa. Ymsastaðni í býnum eru stórir vakstrargarðar, og av teimum er "Djurgården" gitnastur. Í gamla býarpartinum ("Gamla Stan") eru enn nógv gomul hús og smalar gøtur. Kongsborgin er eisini í Gamla Stan. Borgin, nú er, varð bygd í 18. øld. Býráðshúsið við teimum trimum krúnunum varð bygt í 1920-árunum. Tað er gitnasta verkið hjá arkitektinum Ragnari Østberg. Merkisverdasti nýggi bygningur í Stokkhólmi er "Globen". Í tí trillrunda, 85 m høga bygninginum er rúm fyri 16 000 fólkum. Húsið verður brúkt til til dømis konsertir, íshockeydystir, o.s.fr. Skjótast er at koma til og frá Globen við undirgrundarbreytini. Hin kosturin er at standa fastur í einum av teimum nógvu bilhalunum, tí ferðsluruðuleikin í Stokkhólmi er stórur. Grikkaland. Grikkaland (grikskt: "Ελλάδα" ella "Ελλάς") er lýðveldi í landsynningshorninum av Evropa. Høvuðsstaðurin er Athen, sum eisini er størsti býur. Í ein útnyrðing hevur Grikkaland mark við Albania, í norðri við Bulgaria, í landnyrðing við Lýðveldið Makedónia og í eystri við Turkaland. Landið hevur umleið 10 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er grikskt (nýgrikskt). Grikkaland er limur í ES. Í nýggjari tíð stóðu grikkar undir turkum í 400 ár, til landið, við hjálp uttaneftir, vann sær frælsi í 1832. Frælsiskríggið byrjaði í 1821, landið skuldi viðurkennast í 1830 við London-avtaluni, men orsakað av juli-kollveltingini í Fraklandi, varð skjalið frá 1830 ikki fullført. Altjóða viðurkenningin av Grikkalandi sum fræls tjóð kom í 1832. Ikki fyrr enn í 1947 fingu grikkar syðru Sporaduoyggjar (Dodekanes) aftur frá Italia. Søga. Eftir at Mykene-mentanin fór til grundar um 1100 f.Kr., gekk aftur á í Grikkalandi, og landið syndraðist í fleiri býarríki, sum mangan lógu í kríggi. Størst og sterkast var hernaðarveldið Sparta, men Athen gjørdist handils- og mentanarmiðdepil. Fólkatalið vaks, og um 700 f.Kr. vóru býarríkini so fjølbygd, at fólk fluttu og búsettu seg fram við Miðjarðarhavið og Svartahavið. Í seinnu helvt av 500- árunum f.Kr. hótti nýggja persiska stórveldið grikkar, og tað hevði við sær, at griksku býarríkini eitt skifti stúta saman ímóti stóra fíggjindanum fyri eystan. Hóast hesar trupulleikar skapaðu grikkar eina blómandi mentan og høvdu eitt stýrislag, sum hevur verið hámett og havt ávrikan á allan heimin alt at okkara døgum. Um 600 f.Kr. stýrdi stórmannastætt, nevnd aristokratar, Athen. Summir valdsharrar vóru harðrendir, nevndir tyrannar. Um 590 f.Kr. setti valdsharrin Solon lóg í gildi; hon hav smámanninum rætt til at eiga jørð og hava fullan ríkisborgararætt. Men fólkið kravdi meiri frælsi og at fáa ávirkan á landsins stýri, og í 508 f.Kr. varð fólkaræði sett í gildi. Nú kundi fólkið í Athen sjálvt velga sínar tingmenn. Konufólk, trælir og frælsir menn, sum ikki høvdu ríkisborgararætt, høvdu ikki valrætt. Ár 447 f.Kr. tók hægsti athenski tingmaðurin Perikles stig til at byggja templið Parthenon á einum heyggi, sum æt Akropolis. Templið varð vígt vísdómsgudinnuni Athenu og skuldi eisini fagna Athen, sum stóð á odda fyri grikkum í stríðum við persar. Frælsa grikska býarlívið varð góður gróðrarbotnur fyri list, bókmentum og vísindaligari hugsan, og Grikkaland fostraði mangar mætar heimspekingar. Demokrit úr Abderra (um 460-370 f.Kr.) var helst fyrsti maður, sum segði, at øll evni eru úr ersmáum óbýtiligum bitlum, sum hann kallaði atom. Sokrates úr Athen (470-399 f.Kr.) bygdi sína hugsan á, at tú skuldi kenna teg sjálvan, og dugdi frágera væl at seta spurningar um ætlanina við tilveruni. Næmingur hansara Platon (427-347 f.Kr.) og aftur næmingur Platons Aristoteles (384-322 f.Kr.) hava havt stóran týdning fyri alla evropeiska heimspeki. Í 8. øld tóku grikkar land helst fram við Miðjarhavinum og Svartahavinum. Niðursetumenninir bóru griksku heimamentanina við sær og stýrdu sínum býarríkjum eftir somu lógum sum í Grikkalandi. Niðursetulondini fingu í fyrstuni hjálp heimanífrá, men sum frá leið funnu tey sær egnar marknaðir og bygdu upp á Sicilia, gjørdust mætir handilsbýir. Summir býir vóru ovurríkir. Sagt var, at fólkið í Sýbris í Suðuritalia svav í song úr rósubløðum. Forni grikski heimurin um ár 550 f.kr. Grikkaland var ikki stórt land, so hjálondini (t.d. partur av Frakland, Spania, Italia, Egyptaland og Kýpros) vóru bygd, har jørðin var fruktagóð, og havnaviðurskiftini vóru góð. Sýrakus á Sicilia var bygdur um 730 f.Kr. og Býsans við Bosporus um 650 f.Kr. Grikkar vóru ógvuliga áhugaðir í ítrótti og fimleiki. Best umtóktir vóru olympisku leikirnir, sum fjórða hvørt ár vóru í Olympia, høvuðsgudinum Zeusi til heiðurs. Kappast var í diskoskasti og spjótkasti, lopi, glíming og kapprenning. Ítróttareglurnar vóru strangar, og tann, ið ikki helt tær, var revsaður harðliga. Grikkar vóru gudrøknir, og templini í gamla Grikkalandi vóru stórbær og vøkur. Undurfagrar høggmyndir og standmyndir prýddu templini, og mong teirra eru til enn. Grikskir myndhøggarar vóru sannir meistarar at høgga út mannakroppin, og teir hava havt stóran ávirkan á høggmyndalistina. Kappkoyring í stríðsvogni, gudunum til heiðurs, var mangan á einum leikvølli tætt við Delfi. Vognstýrarin stendur enn og heldur í teymarnar, hóast hestarnir langt síðan eru burtur. Um 1800 høvdu grikkar verið undir osmanniskum yvirvaldi í næstan 400 ár. Seinna helming í 18. øld høvdu teir havt stóra inntøku av handli, helst við Russland, og nú vildu teir hava sjálvræði. Við frælsishugsanini úr fronsku kollveltingini sum fyridømi stovnaðu grikkar loyniligan felgasskap, sum skuldi arbeiða fyri frælsi. Í 1821 var tvær reisur uppreistur. Fyrri miseydnaðist, men annar eydnaðist betur, og í 1824 megnaði sultánurin í Istanbul ikki at berja uppreisturin niður. Hann bað Muhammed Ali, varakong í Egyptalandi, hjálpa sær. Ali sendi ein her til Grikkalands og vann nakrar sigrar. Tað loypti hvøkk á londini í Evropa. Í 1826 samdust Bretland og Russland um at bjóða turkum av í kríggj, Frakland fór upp í hesa samgongu árið eftir. Í felagi beindu tey fyri turkiska og egyptiska flotanum í Navarinovíkini í 1827. Árið eftir lupu russar á turkar og vunnu fleiri sigrar. Friðurin í Adrianopel í 1829 fekk enda á krígnum. Londini, sum vunnu, gjørdu av at geva Grikkalandi frælsi, Otto av Bayern gjørdist kongur. Fíggjarkreppan 2010-15. Síðan 2010 hevur ein sera álvarsom fíggjarkreppa herjað í Grikkalandi, og tað hevur ført til stórt arbeiðsloysi, fólkafráflyting og fátækradømi. Í februar 2014 sást tó ein glotti fyri framman, tí tá tølini fyri 2013 vóru gjørd upp, vísti tað seg, at yvirskotið hjá Grikkalandi fyri 2013 bleiv góðar 11 milliardir krónur, sum er tríggjar ferðir tað, sum upprunaliga varð ætlað. Sparitiltøkini sóu út til at hava givið úrslit. Í 2015 var støðan aftur hættislig viðvíkjandi fíggjarstøðu Grikkalands. Eitt stórt lán skuldi rindast aftur í juli 2015, men tað megnaði landið ikki. Samráðingar vóru millum umboð fyri griksku stjórnina og Evorsonulondini. Fólk í Grikkalandi kendu seg ótrygg og fóru at taka allar pengar sínar úr bankunum. Tað førdi til at bankarnir vóru stongdir frá mánadegnum 29. juni 2015. Fólk fingu bert loyvi til at heva við korti úr sjálvtøkum og eitt loft var sett á, soleiðis at grikkar bert kundu heva nakrar fáar hundrað krónur um dagin. Orsøkin til at bankarnir vóru stongdir var fyri at fyribyrgja at bankarnir tømdist og at landið harvið fór á húsagang. Útlendsk ferðafólk, ið ferðast til Grikkalands, sluppu tó at heva sum vanligt, meðan tey vóru í landinum. Vandið er fyri, at landið fer á húsagang, um ikki EU lænir landinum meira pening ella gevur lutvísa skuldarsanering. EU og grikski forsætismálaráðharrin Alexis Tsipras og fíggjarmálaráðharrin samráddust við leiðararnar av Evrolondunum um mánaðarskiftið juni-juli 2015. Evrolondini settu fram uppskot um strong sparitiltøk afturfyri at hjálpa Grikkalandi. Mitt í samráðingunum fór Tsipras aftur til Grikkalands, har hann útskrivaði fólkaatkvøðu um uppskotið frá Evrolondunum. Sjálvur mælti hann sínum landsmonnum til at siga "oxi" (úttalast ohsji og merkir "nei" á grikskum). Nógv fólk var í gøtunum í Athen og øðrum býum upp til valið og eftir valið. Fólkaatkvøðan varð hildin hin 5. juli 2015, og úrslitið gjørdist at 61,31% av teimum ið atkvøddu søgdu nei. Nógvir grikkar fegnaðust saman við Tsipras um úrslitið. Fleiri leiðarar úr Evrolondunum vóru illir um framferðarháttinum hjá grikkum. Samráðingarnar hildu fram og bankarnir vóru framvegis stongdir, tá ið komið var til mánadagin 13. juli, men tó vóru glottar at hóma. Forsetin í EU, Donald Tusk, boðaði frá á Twitter, at ein avtala við Grikkaland nú varð fingin uppá pláss eftir 17 tíma langar samráðingar. Eftir øllum at døma verða grikkar noyddir at góðtaka strong krøv afturfyri at fáa fíggjarliga hjálp frá EU. Landafrøði. Syðst á Balkan er Grikkaland, eitt av elstu og søguríkastu londunum í Evropa. Grikkaland er fjallaland og oyggjaland, har eru fleiri enn 2000 spjaddar oyggjar, og lítið er til av ráðevnum; helst nakrar av atvoldunum til, at Grikkaland er eitt tað fátakasta landið í ES. Grikkaland er allur suðurparturin av Balkanhálvoynni og eitt ótal av oyggjum í Jonarhavinum og Egearhavinum. Grikkaland er fjallaland við einstøkum breiðum dølum upp ímillum og onkrum stórum slættlendi. Av tí at landið er so bratt, er bert lítil partur av tí veltur. Meginparturin liggur sum beiti hjá seyði og geitum. Sunnan fyri fjallið Olympos, har teir gomlu griksku "gudarnir" búðu, er slættlendi, sum eitur Thessalia; har eru stórir bókaskógir, og har velta tey nógv korn. Men annars er tað mest frukt, grønmeti, vín og tubbak, sum tey dyrka. Á oyggjunum dyrka tey bæði olivintrø og víntrø, og tað er haðani vit fáa tær søtu korennurnar. Tey mongu og høgu fjøllini gera tað strævið at ferðast yvir land. Tí hava grikkar ferðast meira eftir sjónum enn yvir land. Fram við teirri griksku strondini eru nógvar góðar havnir inni á djúpum firðum. Í Grikkalandi, og serliga á oyggjunum, kann jørðin knappliga fara at skelva, so at fjøllini brotna og oyggjarnar klovna, og stórir býir javnast við jørðina. Í 1953 hendi ein sovorðin vanlukka á eini av oyggjunum, Kefalonia, í Jonarhavinum. Tá fóru eini 25 000 hús, og um 500 fólk doyðu. Tað vóru fýra jarðskjálvtar í august 1953 á Kefalonia og oyggunum har umleiðir, t.d. Zakynthos, Ithaka og Lefkada. Umleið 100 000 fólk fluttu burtur av oynni eftir hørðu jarðskjálvtarnar og bert 25.000 fólk búðu eftir á oynni og stríddust við at endurbyggja oynna. Tað var serliga suðursíðan á Kefalonia sum var hart rakt av jarðskjálvtanum, oyggin reisti seg umleið 60 metrar úr havinum. Árið eftir mistu 20 000 fólk hús og heim. Oyggin Santorini, sum eisini verður nevnd Thyra, er av vulkanskum uppruna. Har er svartur sandur og sera brøtt berg. Oyggjar. a>. Grikkaland hevur 11. longstu strandalinju í heiminum. Politikkur. Ólógligi fólkastreymurin inn í ES gjøgnum Grikkaland er vaksin nógv í 2012. Grikkaland er vorðið bakdyrnar inn í Evropa hjá ólógligum innflytarum. Í hópatali koma fólk úr Miðeystri og heilt úr Pakistan til Turkalands, haðani tey koma víðari inn í Grikkaland og harvið ES. Politiskir flokkar. Síðan fólkaræði var endurstovnað í Grikkalandi, hevur tvey-flokkað skipanin verið dominerað av tí liberala-konservativa Nýtt demokrati (ND) og tí sosialdemokratiska Panhellenistisku rørsluni (PASOK). Aðrir týðandi flokkar eru eitt nú Kommunistiski flokkur Grikkalands (KKE), Radikala vinstra samgongan (SYRIZA), Fólksliga ortodoksa samlingin (LAOS, stytting fyri Laikós Orthódoxos Synagermós) og Gyltur Morgun. Í 2010 vórðu tveir nýggir politiskir flokkar settir á stovn av fólki sum fyrr høvdu hoyrt til ND og SYRIZA, tann mið-liberali flokkurin Demokratiskt samstarv (DS) og tann moderati vinstrasinnaði Demokratiski Vinstriflokkurin (DA).  George Papandreou, formaður í PASOK, vann grikska valið í oktober 2009 við einum meiriluta á 160 limir av 300. Ein nýggj stjórn varð svorin í eið hin 20. juni 2011. Síðani búskaparkreppan kom í 2009, er undirtøkan hjá teimum báðum stóru flokkunum ND og PASOK fallin munandi. Á grikska tjóðartingsvalinum 25. januar 2015 fekk ND 76 tinglimir valdar, tað var ein afturgongd á 53 tinglimir, PASOK fekk bert 13 tinglimir valdar, tað var 20 færri enn valið í 2014. Ein nýggjur flokkur, ið nevnist To Potami (Áin), stillaði upp til tjóðartingsval í Grikkalandi fyri fyrstu ferð hin 25. januar 2015, flokkurin fekk 17 tinglimir. Deyðarevsing. Deyðarevsingin bleiv tikin úr griksku lóggávuni í 1993, og hon bleiv seinast brúkt undir hernaðarstýrinum fyrst í sjeytiárunum. Í Grikkalandi vil tann sera høgrasinnaði flokkurin Gyltur Morgun hava deyðarevsing aftur í gildi. Fólkið. a> í Norðurgrikkalandi. Athos verður eisini nevnt Agion Oros (Άγιον Όρος), sum merkir Heilaga Fjallið. Átrúnaður. Ríkisátrúnaðurin í Grikkalandi er griksk-ortodoksur, og Grikkaland er einasta land, ið hevur eina almenna kristna ortodoksa kirkju. Næstan allir grikkar eru limir í ríkiskirkjuni. Prestarnir hava týðandi leiklut í samfelagslívinum og eru viðurkendir sum oddamenn í heimbygdum sínum. Ikki er loyvt at hava standmyndir í kirkjunum, men halgimyndir - nevndar ikonur - eru vanligar. Búskapur. Bara triðingurin av Grikkalandi er nýtiligur sum landbúnaðarlendi, og yvirhøvur er jørðin kørg og grýtut. Tí er nógv arbeiði av at velta jørðina. Triðingurin av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum, tað er meiri enn nakra aðrastaðni í Evropa. Høvuðsgrøði er oljuber. Oljutræið verður dyrkað í líðunum í hálendinum um alt landið. Grikkaland er triðstørsta oljuberjaland í heiminum, næst eftir Spania og Italia. Grikkar dyrka eisini aðra grøði, til dømis vínber, fikur, bummull, tomatir, tubbak, aldinfrukt og aðra frukt. Grikkaland hevur verið plága av kríggi við grannalond og eftir Seinna Heimsbardaga herjaði borgarkríggj í nøkur ár. Tað hevur verði ringt fyri búskapin. Í 1967 var kongurin Konstantin II koyrdur frá eitt hernaðar kvett fór fram. Árini fram til 1974 var landið stýrt av hernaðar junta. Eftir at demokrati aftur valdaði gekk framá búskaparliga í nøkur ár, serliga tí at stóri handilsflotin og nógva ferðamannavinnan veittu landinum stóra inntøku. Í 2010-11 var landið í álvarsamari fíggjarligari kreppu og noyddist at fáa hjálp frá hinum londunum í ES. Grikkaland fekk ein hjálparpakka frá ES á 109 milliardir rvro, tað svarar til 812 milliardir krónur. Serfrøðingar mettu eftir at hjálparpakkin var latin, at nú fór at ganga framá aftur í Grikkalandi við búskapinum. ES setti tó strong krøv til griksku stjórnina áðrenn hesin hjálparpakkin var latin. Stór ónøgd var millum grikkar og mótmælisgongur vóru ofta í Athen og øðrum stórum býum. Ferðavinna. Fleiri enn 8 mió. ferðafólk fara til Grikkalands á hvørjum ári at njóta lívið á vøkru, veðurgóðu oyggjunum í Egearahavinum ella tí Jóniska Havninum og at síggja mongu fornminnini. Grikkar sjálvir ferðast eisini nógv í egnum landið, serliga frá meginlandinum til oyggjarnar. Túsundtals grikkar starvast í ferðavinnuni, til dømis í gistingarhúsum, í handlum, á matstovum og sum bilførarar, ferðaleiðarar og annað. Ferðavinnan hevur ovurstóran týdning fyri grikska búskapin. Griksku myndugleikarnir lata ferðavinnuni stuðul til útbyggingar. Í summum oyggjum hevur vinnan ment seg so skjótt, at trupulleikar hava staðist av tí, til dømis vatnrot. Seinastu árini hevur afturgongd verið í griksku ferðavinnuni, tí at fólk fara hagar, bíligari er at ferðast. Undir fíggjarkreppuni í 2011-12 har grikska stjórnin varð noydd til at seta stórar sparingar í verk, gekk tað nógv út yvir ferðavinnuna, fleiri gistingarhús standa tóm á hásumri, sum plagdu hava úr at gera. Serfrøðingar meta tó, at ferðavinnan fer at vaksa aftur einaferð seinni. Útlendsk ferðafólk. Flestu ferðafólk, ið koma til Grikkalands eru evropearar, men hagar koma eisini mangir amerikanar og avstraliar. 1926. 1926 (MCMXXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1929. 1929 (MCMXXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. Bókmentir. "The Sound and the Fury" hjá William Faulkner. Trollhättans kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Trollhättans kommuna (svenskt: "Trollhättans kommun"), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Trollhättans kommuna hevur umleið 56.573 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Trollhättan. Uddevalla kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Uddevalla kommuna (Uddevalla kommun), kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Uddevalla kommuna hevur omleið 53 025 inbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Uddevalla. Öckerö kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Öckerö kommuna (Öckerö kommun), kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Öckerö kommuna hevur omleið 12 574 inbúgvar. Umsiting kommununar er staðsett í Öckerö. Åmåls kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Åmåls kommuna (Åmåls kommun), kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Åmåls kommuna hevur umleið 12 299 íbúgvar. Umsiting kommununar er staðsett í Åmål. Vänersborgs kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Vänersborgs kommuna (Vänersborgs kommun), kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Vänersborgs kommuna hevur omleið 37 369 inbúgvar. Umsiting kommununar er staðsett í Vänersborg. Vårgårda kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Vårgårda kommuna (Vårgårda kommun), kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Vårgårda kommuna hevur omleið 11 065 inbúgvar. Umsiting kommununar er staðsett í Vårgårda. Vara kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Vara kommuna (Vara kommun), kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Vara kommuna hevur omleið 15 509 inbúgvar. Umsiting kommununar er staðsett í Vara. Ulricehamns kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Ulricehamns kommuna (Ulricehamns kommun), kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Ulricehamns kommuna hevur omleið 22 211 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Ulricehamn. Marks kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Marks kommuna (svenskt: Marks kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Marks kommuna hevur umleið 33.753 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Kinna. Melleruds kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Melleruds kommuna (svenskt: Melleruds kommun) er ein kommuna í Dalsland og Västra Götalands län í Svøríki. Melleruds kommuna hevur umleið 8.892 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Mellerud. Munkedals kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Kort yvir Västra Götalands län Munkedals kommuna (svenskt: Munkedals kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Munkedals kommuna hevur umleið 10 205 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Munkedal. Mölndals kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Kort yvir Västra Götalands län Mölndals kommuna (svenskt: Mölndals kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Mölndals kommuna hevur umleið 61 978 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Mölndal. Orust kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Kort yvir Västra Götalands län Orust kommuna (svenskt: Orust kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Orust kommuna hevur umleið 15 036 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Henån. Partille kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Kort yvir Västra Götalands län Partille kommuna (svenskt: Partille kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Partille kommuna hevur umleið 36 147 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Partille. Skara kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Kort yvir Västra Götalands län Skara kommuna (svenskt: Skara kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Skara kommuna hevur umleið 18 580 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Skara. Skövde kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Skövde kommuna (svenskt: Skövde kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Skövde kommuna hevur umleið 52 859 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Skövde. Sotenäs kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Sotenäs kommuna (svenskt: Sotenäs kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Sotenäs kommuna hevur umleið 8 928 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Kungshamn. Stenungsunds kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Stenungsunds kommuna (svenskt: Stenungsunds kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Stenungsunds kommuna hevur umleið 24 932 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Stenungsundi. Strömstads kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Strömstads kommuna (svenskt: Strömstads kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Strömstads kommuna hevur umleið 12 480 íbúgvar. Umsiting kommununar er staðsett í Strömstad. Svenljunga kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Svenljunga kommuna (svenskt: Svenljunga kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Svenljunga kommuna hevur umleið 10 299 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Svenljunga. Tanums kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Tanums kommuna (svenskt: Tanums kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Tanums kommuna hevur umleið 12 303 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Tanumshede. Tibro kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Tibro kommuna (svenskt: Tibro kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Tibro kommuna hevur umleið 10 754 íbúgvar. Umsiting kommununar er staðsett í Tibro. Tidaholms kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Tidaholms kommuna (svenskt: Tidaholms kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Tidaholms kommuna hevur umleið 12 565 íbúgvar. Umsiting kommununar er staðsett í Tidaholm. Tjörns kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Tjörns kommuna (svenskt: Tjörns kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Tjörns kommuna hevur umleið 15 050 íbúgvar. Umsiting kommununar er staðsett í Skärhamn. Tranemo kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Tranemo kommuna (svenskt: Tranemo kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Tranemo kommuna hevur umleið 11 531 íbúgvar. Umsiting kommununar er staðsett í Tranemo. Töreboda kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Töreboda kommuna (svenskt: Töreboda kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Töreboda kommuna hevur umleið 8 992 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Töreboda. Ale kommuna. Ale kommuna og Västra Götalands län Kort yvir Västra Götalands län Ale kommuna (svenskt: Ale kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Ale kommuna hevur umleið 28 074 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Nödinge-Nol. Alingsås kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Alingsås kommuna (svenskt: Alingsås kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Alingsås kommuna hevur umleið 38 619 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Alingsås. Bengtsfors kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Kort yvir Västra Götalands län Bengtsfors kommuna (svenskt: Bengtsfors kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Bengtsfors kommuna hevur umleið 9 550 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Bengtsfors. Bollebygds kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Kort yvir Västra Götalands län Bollebygds kommuna (svenskt: Bollebygds kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Bollebygds kommuna hevur umleið 8 562 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Bollebygd. Borås kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Borås kommuna (svenskt: Borås kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Borås kommuna hevur umleið 105 995 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Borås. Dals-Eds kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Kort yvir Västra Götalands län Dals-Eds kommuna (svenskt: Dals-Eds kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Dals-Eds kommuna hevur umleið 4 740 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Ed. Essunga kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Essunga kommuna (svenskt: Essunga kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Essunga kommuna hevur umleið 5 494 íbúgvar (2013). Kommunuskrivstovan er staðsett í Nossebro. Falköpings kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Kort yvir Västra Götalands län Falköpings kommuna (svenskt: Falköpings kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Falköpings kommuna hevur umleið 31 988 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Falköping. Färgelanda kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Färgelanda kommuna (svenskt: Färgelanda kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Färgelanda kommuna hevur umleið 6 535 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Färgelanda. Grästorps kommuna. Grästorps kommuna (svenskt: Grästorps kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Grästorps kommuna hevur umleið 5 641 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Grästorp. Gullspångs kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Gullspångs kommuna (svenskt: Gullspångs kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Gullspångs kommuna hevur umleið 5 185 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Gullspång. Göteborgs kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Göteborgs kommuna (svenskt: Göteborgs stad), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Göteborgs kommuna hevur umleið 533 271 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Göteborg. Götene kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Götene kommuna (svenskt: Götene kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Götene kommuna hevur umleið 13 028 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Götene. Herrljunga kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Herrljunga kommuna (svenskt: Herrljunga kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Herrljunga kommuna hevur umleið 9 274 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Herrljunga. Hjo kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Hjo kommuna (svenskt: Hjo kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Hjo kommuna hevur umleið 8 805 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Hjo. Härryda kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Härryda kommuna (svenskt: Härryda kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Härryda kommuna hevur umleið 35 732 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Mölnlycke. Karlsborgs kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Karlsborgs kommuna (svenskt: Karlsborgs kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Karlsborgs kommuna hevur umleið 6 757 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Karlsborg. Kungälvs kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Kungälvs kommuna (svenskt: Kungälvs kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Kungälvs kommuna hevur umleið 42 109 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Kungälv. Lerums kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Lerums kommuna (svenskt: Lerums kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Lerums kommuna hevur umleið 39 319 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Lerum. Lidköpings kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Lidköpings kommuna (svenskt: Lidköpings kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Lidköpings kommuna hevur umleið 38 414 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Lidköping. Lilla Edets kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Lilla Edets kommuna (svenskt: Lilla Edets kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Lilla Edets kommuna hevur umleið 12 829 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Lilla Edet. Lysekils kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Lysekils kommuna (svenskt: Lysekils kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Lysekils kommuna hevur umleið 14 369 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Lysekil. Mariestads kommuna. Kort yvir Västra Götalands län Kort yvir Västra Götalands län Mariestads kommuna (svenskt: Mariestads kommun), er ein kommuna í Västra Götalands län í Svøríki. Mariestads kommuna hevur umleið 23 870 íbúgvar (2013). Umsiting kommununar er staðsett í Mariestad. Älmhults kommuna. Älmhults kommuna (svenskt: "Älmhults kommun") er ein kommuna í Kronobergs län í Svøríki. Älmhults kommuna hevur 16 111 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Växjö kommuna. Växjö kommuna (svenskt: "Växjö kommun") er ein kommuna í Kronobergs län í Svøríki. Växjö kommuna hevur 87 880 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Uppvidinge kommuna. Uppvidinge kommuna (svenskt: "Uppvidinge kommun") er ein kommuna í Kronobergs län í Svøríki. Uppvidinge kommuna hevur 9 307 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Tingsryds kommuna. Tingsryds kommuna (svenskt: "Tingsryds kommun") er ein kommuna í Kronobergs län í Svøríki. Tingsryds kommuna hevur 12 292 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Markaryds kommuna. Markaryds kommuna (svenskt: "Markaryds kommun") er ein kommuna í Kronobergs län í Svøríki. Markaryds kommuna hevur 9 607 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Ljungby kommuna. Ljungby kommuna (svenskt: "Ljungby kommun") er ein kommuna í Kronobergs län í Svøríki. Ljungby kommuna hevur 27 594 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Lessebo kommuna. Lessebo kommuna (svenskt: "Lessebo kommun") er ein kommuna í Kronobergs län í Svøríki. Lessebo kommuna hevur 8 401 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Alvesta kommuna. Alvesta kommuna (svenskt: "Alvesta kommun") er ein kommuna í Kronobergs län í Svøríki. Alvesta kommuna hevur 19 546 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Borgholms kommuna. Borgholms kommuna (svenskt: Borgholms kommun) er ein kommuna á oynni Öland í Kalmar län í Svøríki. Borgholms kommuna hevur umleið 10 619 íbúgvar (2013). Emmaboda kommuna. Emmaboda kommuna (svenskt: Emmaboda kommun'"), er ein kommuna í Kalmar län í Svøríki. Emmaboda kommuna hevur 8 964 íbúgvar (2013). Býir. Tað eru 6 býir og bygdir ("tätort") í Emmaboda kommunu. Í talvuni niðanfyri eru bygdirnar listaðar eftir fólkatalinum pr. 31. desember 2005. Býurin har kommunusætið er, sæst við feitari skrivt. Hultsfreds kommuna. Hultsfreds kommuna (svenskt: Hultsfreds kommun), er ein kommuna í Kalmar län í Svøríki. Hultsfreds kommuna hevur umleið 13 635 íbúgvar (2013). Býir og bygdir. Tað eru átta býir og bygdir í Hultsfreds kommunu. Högsby kommuna. Högsby kommuna (svenskt: Högsby kommun), er ein kommuna í Kalmar län í Svøríki. Högsby kommuna hevur umleið 5 718 íbúgvar (2013). Västerviks kommuna. Västerviks kommuna (svenskt: Västerviks kommun), er ein kommuna í Kalmar län í Svøríki. Västerviks kommuna hevur umleið (2013) 35 867 íbúgvar. Vimmerby kommuna. Vimmerby kommuna (svenskt: Vimmerby kommun), er ein kommuna í Kalmar län í Svøríki. Vimmerby kommuna hevur umleið (2013) 15 287 íbúgvar. Kendi svenski rithøvundurin Astrid Lindgren var úr Vimmerby, og har er gjørt savn og upplivingardepil knýttur at barnabókum hennara um Pippi Smokkulegg, Emil úr Lønnibergi o.o. Torsås kommuna. Torsås kommuna (svenskt: Torsås kommun), er ein kommuna í Kalmar län í Svøríki. Torsås kommuna hevur umleið (2013) 6 879 íbúgvar. Oskarshamns kommuna. Oskarshamns kommuna (svenskt: Oskarshamns kommun), er ein kommuna í Kalmar län í Svøríki. Oskarshamns kommuna hevur umleið 26 212 íbúgvar (2013). Býir. Tað eru 10 býir í Oskarshamns kommunu. Høvuðsbýurin er Oskarshamn. Í talvuni síggjast býirnir eftir stødd per 31. desember 2010. Viðmerking: Ein minni partur av Emsfors liggur í Mönsterås kommunu. Nybro kommuna. Nybro kommuna (svenskt: Nybro kommun), er ein kommuna í Kalmar län í Svøríki. Nybro kommuna hevur umleið 19 489 íbúgvar (2013). Mörbylånga kommuna. Mörbylånga kommuna (svenskt: Mörbylånga kommun), er ein kommuna á oynni Öland í Kalmar län í Svøríki. Mörbylånga kommuna hevur umleið 14 368 íbúgvar (2013). Býir. Tað eru 9 býir í Mörbylånga kommunu. Í talvuni sæst yvirlit yvir býir og bygdir í kommununi eftir fólkatalinum per 31. desember 2010. Størsti býur er Färjestaden, ið er høvuðsbýur og sæti fyri Mörbylånga kommunu. Mönsterås kommuna. Mönsterås kommuna (svenskt: Mönsterås kommun), er ein kommuna í Kalmar län í Svøríki. Mönsterås kommuna hevur umleið 12 949 íbúgvar (2013). Kalmar kommuna. Kalmar kommuna (svenskt: Kalmar kommun), er ein kommuna í Kalmar län í Svøríki. Kalmar kommuna hevur umleið 63 887 íbúgvar (2013). Býir. Tað eru 15 býir og bygdir í Kalmar kommunu. Västerås kommuna. Västerås kommuna (svenskt: Västerås stad), er ein kommuna í Västmanlands län í Svøríki. Västerås kommuna hevur umleið 142 131 íbúgvar. Surahammars kommuna. Surahammars kommuna (svenskt: Surahammars kommun), er ein kommuna í Västmanlands län í Svøríki. Surahammars kommuna hevur umleið 9 834 íbúgvar. Skinnskattebergs kommuna. Skinnskattebergs kommuna (svenskt: Skinnskattebergs kommun), er ein kommuna í Västmanlands län í Svøríki. Skinnskattebergs kommuna hevur umleið 4 411 íbúgvar (2013). Sala kommuna. Sala kommuna (svenskt: "Sala kommun") er ein kommuna í Västmanlands län í Svøríki. Sala kommuna hevur umleið 21 769 íbúgvar (2013). Norbergs kommuna. Norbergs kommuna (svenskt: Norbergs kommun), er ein kommuna í Västmanlands län í Svøríki. Norbergs kommuna hevur umleið 5 608 íbúgvar (2013). Köpings kommuna. Köpings kommuna (svenskt: Köpings kommun), er ein kommuna í Västmanlands län í Svøríki. Köpings kommuna hevur umleið 25 237 íbúgvar (2013). Kungsörs kommuna. Kungsörs kommuna (svenskt: Kungsörs kommun), er ein kommuna í Västmanlands län í Svøríki. Kungsörs kommuna hevur umleið 8 175 íbúgvar (2013). Heby kommuna. Heby kommuna (svenskt: Heby kommun), er ein kommuna í Uppsala län í Svøríki. Heby kommuna hevur umleið 13 450 íbúgvar (2013). Hallstahammars kommuna. Hallstahammars kommuna (svenskt: Hallstahammars kommun), er ein kommuna í Västmanlands län í Svøríki. Hallstahammars kommuna hevur umleið 15 524 íbúgvar (2013). Fagersta kommuna. Fagersta kommuna (svenskt: Fagersta kommun), er ein kommuna í Västmanlands län í Svøríki. Fagersta kommuna hevur umleið 12 872 íbúgvar (2013).Umsiting kommununar er staðsett í býnum Fagersta. Arboga kommuna. Arboga kommuna (svenskt: Arboga kommun), er ein kommuna í Västmanlands län í Svøríki. Arboga kommuna hevur umleið 13 493 íbúgvar (2013). Gotlands kommuna. Gotlands kommuna (svenskt: "Gotlands kommun", eisini "Region Gotland") er ein kommuna í Gotlands län í Svøríki. Gotlands kommuna hevur 57 455 íbúgvar (2015). Kommunan er tann einasta kommunan í Gotlands län. Umframt oynna Gotland eru hesar oyggjarnar í Gotlands kommunu: Fårö, Stora Karlsö, Lilla Karlsö og Gotska Sandön. Býir og bygdir. Høvuðsbýurin er markeraður við feitari skrift. Ávísingar úteftir. * Varbergs kommuna. Varbergs kommuna (svenskt: "Varbergs kommun") er ein kommuna í Hallands län í Svøríki. Varbergs kommuna hevur 60 755 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Laholms kommuna. Laholms kommuna (svenskt: "Laholms kommun") er ein kommuna í Hallands län í Svøríki. Laholms kommuna hevur 24 077 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Kungsbacka kommuna. Kungsbacka kommuna (svenskt: "Kungsbacka kommun") er ein kommuna í Hallands län í Svøríki. Kungsbacka kommuna hevur 78 948 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Hylte kommuna. Hylte kommuna (svenskt: "Hylte kommun") er ein kommuna í Hallands län í Svøríki. Hylte kommuna hevur 10 495 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Halmstads kommuna. Halmstads kommuna (svenskt: "Halmstads kommun") er ein kommuna í Hallands län í Svøríki. Halmstads kommuna hevur 96 519 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Falkenbergs kommuna. Falkenbergs kommuna (svenskt: "Falkenbergs kommun") er ein kommuna í Hallands län í Svøríki. Falkenbergs kommuna hevur 42 832 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Sölvesborgs kommuna. Sölvesborgs kommuna (svenskt: "Sölvesborgs kommun") er ein kommuna í Blekinge län í Svøríki. Sölvesborgs kommuna hevur 17 110 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Ronneby kommuna. Ronneby kommuna (svenskt: "Ronneby kommun") er ein kommuna í Blekinge län í Svøríki. Ronneby kommuna hevur 28 554 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Olofströms kommuna. Olofströms kommuna (svenskt: "Olofströms kommun") er ein kommuna í Blekinge län í Svøríki. Olofströms kommuna hevur 13 117 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Karlskrona kommuna. Karlskrona kommuna (svenskt: "Karlskrona kommun") er ein kommuna í Blekinge län í Svøríki. Karlskrona kommuna hevur 65 153 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Karlshamns kommuna. Karlshamns kommuna (svenskt: "Karlshamns kommun") er ein kommuna í Blekinge län í Svøríki. Karlshamns kommuna hevur 31 799 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Östhammars kommuna. Östhammars kommuna (svenskt: Östhammars kommun), er ein kommuna í Uppsala län í Svøríki. Östhammars kommuna hevur umleið 21 352 íbúgvar (2013). Älvkarleby kommuna. Älvkarleby kommuna (svenskt: Älvkarleby kommun), er ein kommuna í Uppsala län í Svøríki. Älvkarleby kommuna hevur umleið 9 132 íbúgvar (2013). Uppsala kommuna. Uppsala kommuna (svenskt: "Uppsala kommun"), er ein kommuna í Uppsala län í Svøríki. Uppsala kommuna hevur umleið 205 199 íbúgvar (2013). Uppsala er ein tann elsti býurin í Svøríki. Har var stórt hov í teirri heidnu tíðini, og har búðu uppsalakongarnir. Enn situr svenski erkabispurin í Uppsala, og í teirra gomlu, vøkru dómkirkjuni liggja beinini av mongum av teimum svensku kongunum og øðrum stórmennum. Stórt universitet er í býnum. Tierps kommuna. Tierps kommuna (svenskt: Tierps kommun), er ein kommuna í Uppsala län í Svøríki. Tierps kommuna hevur umleið 20 144 íbúgvar (2013). Knivsta kommuna. Knivsta kommuna (svenskt: Knivsta kommun), er ein kommuna í Uppsala län í Svøríki. Knivsta kommuna hevur umleið 15 580 íbúgvar (2013). Håbo kommuna. Håbo kommuna (svenskt: Håbo kommun), er ein kommuna í Uppsala län í Svøríki. Håbo kommuna hevur umleið 19 968 íbúgvar (2013). Enköpings kommuna. Enköpings kommuna (svenskt: Enköpings kommun), er ein kommuna í Uppsala län í Svøríki. Enköpings kommuna hevur umleið 40.656 íbúgvar (2013). Söderhamns kommuna. Söderhamns kommuna (svenskt: Söderhamns kommun), er ein kommuna í Gävleborgs län í Svøríki. Söderhamns kommuna hevur umleið 25 442 íbúgvar (2013). Sandvikens kommuna. Sandvikens kommuna (svenskt: Sandvikens kommun), er ein kommuna í Gävleborgs län í Svøríki. Sandvikens kommuna hevur umleið 37 250 íbúgvar (2013). Vingåkers kommuna. Vingåkers kommuna (svenskt: Vingåkers kommun), er ein kommuna í Södermanlands län í Svøríki. Vingåkers kommuna hevur umleið 8 835 íbúgvar. Trosa kommuna. Trosa kommuna (svenskt: Trosa kommun), er ein kommuna í Södermanlands län í Svøríki. Trosa kommuna hevur umleið 11 680 íbúgvar. Strängnäs kommuna. Strängnäs kommuna (svenskt: Strängnäs kommun), er ein kommuna í Södermanlands län í Svøríki. Kommunan hevur umleið 33 389 íbúgvar (2013). Oxelösunds kommuna. Oxelösunds kommuna (svenskt: Oxelösunds kommun), er ein kommuna í Södermanlands län í Svøríki. Oxelösunds kommuna hevur umleið 11 403 íbúgvar (2013). Nyköpings kommuna. Nyköpings kommuna (svenskt: Nyköpings kommun), er ein kommuna í Södermanlands län í Svøríki. Nyköpings kommuna hevur umleið 53 038 íbúgvar (2013). Katrineholms kommuna. Katrineholms kommuna (svenskt: Katrineholms kommun), er ein kommuna í Södermanlands län í Svøríki. Katrineholms kommuna hevur umleið 32 930 íbúgvar (2013). Gnesta kommuna. Gnesta kommuna (svenskt: Gnesta kommun), er ein kommuna í Södermanlands län í Svøríki. Gnesta kommuna hevur umleið 10 409 íbúgvar (2013). Flens kommuna. Flens kommuna (svenskt: Flens kommun), er ein kommuna í Södermanlands län í Svøríki. Flens kommuna hevur umleið 16 156 íbúgvar (2013). Eskilstuna kommuna. Eskilstuna kommuna (svenskt: Eskilstuna kommun), er ein kommuna í Södermanlands län í Svøríki. Eskilstuna kommuna hevur umleið 99 729 íbúgvar (2013). Ovanåkers kommuna. Ovanåkers kommuna (svenskt: Ovanåkers kommun), er ein kommuna í Gävleborgs län í Svøríki. Ovanåkers kommuna hevur umleið 11 354 íbúgvar (2013). Ockelbo kommuna. Ockelbo kommuna (svenskt: Ockelbo kommun), er ein kommuna í Gävleborgs län í Svøríki. Ockelbo kommuna hevur umleið 5 785 íbúgvar (2013). Nordanstigs kommuna. Nordanstigs kommuna (svenskt: Nordanstigs kommun), er ein kommuna í Gävleborgs län í Svøríki. Nordanstigs kommuna hevur umleið 9 491 íbúgvar (2013). Ljusdals kommuna. Ljusdals kommuna (svenskt: Ljusdals kommun), er ein kommuna í Gävleborgs län í Svøríki. Ljusdals kommuna hevur umleið 18 931 íbúgvar (2013). Hudiksvalls kommuna. Hudiksvalls kommuna (svenskt: Hudiksvalls kommun), er ein kommuna í Gävleborgs län í Svøríki. Hudiksvalls kommuna hevur umleið 36 829 íbúgvar (2013). Hofors kommuna. Hofors kommuna (svenskt: Hofors kommun), er ein kommuna í Gävleborgs län í Svøríki. Hofors kommuna hevur umleið 9 511 íbúgvar (2013). Gävle kommuna. Gävle kommuna (svenskt: Gävle kommun), er ein kommuna í Gävleborgs län í Svøríki. Gävle kommuna hevur umleið 97 236 íbúgvar (2013). Bollnäs kommuna. Bollnäs kommuna (svenskt: Bollnäs kommun), er ein kommuna í Gävleborgs län í Svøríki. Bollnäs kommuna hevur umleið 26 141 íbúgvar (2013). Övertorneå kommuna. Övertorneå kommuna (svenskt: "Övertorneå kommun") er ein kommuna í Norrbottens län í Svøríki. Övertorneå kommuna hevur 4 589 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Överkalix kommuna. Överkalix kommuna (svenskt: "Överkalix kommun") er ein kommuna í Norrbottens län í Svøríki. Överkalix kommuna hevur 3 402 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Älvsbyns kommuna. Älvsbyns kommuna (svenskt: "Älvsbyns kommun") er ein kommuna í Norrbottens län í Svøríki. Älvsbyns kommuna hevur 8 184 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Piteå kommuna. Piteå kommuna (svenskt: "Piteå kommun") er ein kommuna í Norrbottens län í Svøríki. Piteå kommuna hevur 41 593 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Pajala kommuna. Pajala kommuna (svenskt: "Pajala kommun") er ein kommuna í Norrbottens län í Svøríki. Pajala kommuna hevur 6 234 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Luleå kommuna. Luleå kommuna (svenskt: "Luleå kommun") er ein kommuna í Norrbottens län í Svøríki. Luleå kommuna hevur 76 206 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Kiruna kommuna. Kiruna kommuna (svenskt: "Kiruna kommun") er ein kommuna í Norrbottens län í Svøríki. Kiruna kommuna hevur 23 202 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Kalix kommuna. Kalix kommuna (svenskt: "Kalix kommun") er ein kommuna í Norrbottens län í Svøríki. Kalix kommuna hevur 16 253 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Jokkmokks kommuna. Jokkmokks kommuna (svenskt: "Jokkmokks kommun") er ein kommuna í Norrbottens län í Svøríki. Jokkmokks kommuna hevur 5 054 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Haparanda kommuna. Haparanda kommuna (svenskt: "Haparanda kommun") er ein kommuna í Norrbottens län í Svøríki. Haparanda kommuna hevur 9 812 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Gällivare kommuna. Gällivare kommuna (svenskt: "Gällivare kommun") er ein kommuna í Norrbottens län í Svøríki. Gällivare kommuna hevur 18 153 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Bodens kommuna. Bodens kommuna (svenskt: "Bodens kommun") er ein kommuna í Norrbottens län í Svøríki. Bodens kommuna hevur 27 911 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Arvidsjaurs kommuna. Arvidsjaurs kommuna (svenskt: "Arvidsjaurs kommun") er ein kommuna í Norrbottens län í Svøríki. Arvidsjaurs kommuna hevur 6 437 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Arjeplogs kommuna. Arjeplogs kommuna (svenskt: "Arjeplogs kommun") er ein kommuna í Norrbottens län í Svøríki. Arjeplogs kommuna hevur 2 892 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Årjängs kommuna. Årjängs kommuna (svenskt: Årjängs kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Årjängs kommuna hevur umleið 9 553 íbúgvar (2013). Torsby kommuna. Torsby kommuna (svenskt: Torsby kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Torsby kommuna hevur 12 013 íbúgvar (2013). Säffle kommuna. Säffle kommuna í Värmlands län. Säffle kommuna (svenskt: Säffle kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Säffle kommuna hevur 15 276 íbúgvar (2013). Sunne kommuna. Sunne kommuna (svenskt: Sunne kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Sunne kommuna hevur umleið 13 011 íbúgvar (2013). Storfors kommuna. Storfors kommuna (svenskt: Storfors kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Storfors kommuna hevur umleið 4 131 íbúgvar (2013). Munkfors kommuna. Munkfors kommuna (svenskt: Munkfors kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Munkfors kommuna hevur umleið 3 656 íbúgvar (2013). Kristinehamns kommuna. Kristinehamns kommuna (svenskt: Kristinehamns kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Kristinehamns kommuna hevur umleið 23 949 íbúgvar (2013). Kils kommuna. Kils kommuna (svenskt: Kils kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Kils kommuna hevur umleið 11 810 íbúgvar (2013). Karlstads kommuna. Karlstads kommuna (svenskt: Karlstads kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Karlstads kommuna hevur umleið 87 786 íbúgvar (2013). Hammarö kommuna. Hammarö kommuna (svenskt: Hammarö kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Hammarö kommuna hevur umleið 15 136 íbúgvar (2013). Hagfors kommuna. Hagfors kommuna (svenskt: Hagfors kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Hagfors kommuna hevur umleið 12 071 íbúgvar (2013). Grums kommuna. Grums kommuna (svenskt: Grums kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Grums kommuna hevur umleið 8 925 íbúgvar (2013). Forshaga kommuna. Forshaga kommuna (svenskt: Forshaga kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Forshaga kommuna hevur umleið 11 292 íbúgvar (2013). Filipstads kommuna. Filipstads kommuna (svenskt: Filipstads kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Filipstads kommuna hevur umleið 10 563 íbúgvar (2013). Eda kommuna. Eda kommuna (svenskt: Eda kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Eda kommuna hevur umleið 8 426 íbúgvar (2013). Arvika kommuna. Arvika kommuna (svenskt: Arvika kommun), er ein kommuna í Värmlands län í Svøríki. Arvika kommuna hevur umleið 25 817 íbúgvar (2013). Östersunds kommuna. Östersunds kommuna (svenskt: Östersunds kommun), er ein kommuna í Jämtlands län í Svøríki. Östersunds kommuna hevur umleið (2013) 59.956 íbúgvar. Åre kommuna. Åre kommuna (svenskt: Åre kommun), er ein kommuna í Jämtlands län í Svøríki. Åre kommuna hevur umleið (2013) 10 420 íbúgvar. Strömsunds kommuna. Strömsunds kommuna (svenskt: Strömsunds kommun), er ein kommuna í Jämtlands län í Svøríki. Strömsunds kommuna hevur umleið 13 984 íbúgvar. Ragunda kommuna. Ragunda kommuna (svenskt: Ragunda kommun), er ein kommuna í Jämtlands län í Svøríki. Ragunda kommuna hevur umleið 5 548 íbúgvar (2013). Krokoms kommuna. Krokoms kommuna (svenskt: Krokoms kommun), er ein kommuna í Jämtlands län í Svøríki. Krokoms kommuna hevur umleið 14 643 íbúgvar (2013). Härjedalens kommuna. Härjedalens kommuna (svenskt: Härjedalens kommun), er ein kommuna í Jämtlands län í Svøríki. Härjedalens kommuna hevur umleið 10 281 íbúgvar (2013). Bräcke kommuna. Bräcke kommuna (svenskt: Bräcke kommun), er ein kommuna í Jämtlands län í Svøríki. Bräcke kommuna hevur umleið 6 559 íbúgvar (2013). Bergs kommuna. Bergs kommuna (svenskt: Bergs kommun), er ein kommuna í Jämtlands län í Svøríki. Bergs kommuna hevur umleið 7 160 íbúgvar (2013). Älvdalens kommuna. Älvdalens kommuna (svenskt: Älvdalens kommun), er ein kommuna í Dalarnas län í Svøríki. Älvdalens kommuna hevur umleið 7.096 íbúgvar (2013). Vansbro kommuna. Vansbro kommuna (svenskt: Vansbro kommun), er ein kommuna í Dalarnas län í Svøríki. Vansbro kommuna hevur umleið 6 730 íbúgvar (2013). Säters kommuna. Säters kommuna (svenskt: Säters kommun), er ein kommuna í Dalarnas län í Svøríki. Säters kommuna hevur umleið 10 873 íbúgvar (2013). Smedjebackens kommuna. Smedjebackens kommuna (svenskt: Smedjebackens kommun), er ein kommuna í Dalarnas län í Svøríki. Smedjebackens kommuna hevur umleið 10 691 íbúgvar (2013). Rättviks kommuna. Rättviks kommuna (svenskt: Rättviks kommun), er ein kommuna í Dalarnas län í Svøríki. Rättviks kommuna hevur umleið 10 766 íbúgvar (2013). Orsa kommuna. Orsa kommuna (svenskt: Orsa kommun), er ein kommuna í Dalarnas län í Svøríki. Orsa kommuna hevur umleið 6.849 íbúgvar (2013). Mora kommuna. Mora kommuna (svenskt: Mora kommun), er ein kommuna í Dalarnas län í Svøríki. Mora kommuna hevur umleið 19 998 íbúgvar (2013). Malung-Sälens kommuna. Malung-Sälens kommuna (svenskt: Malung-Sälens kommun), er ein kommuna í Dalarnas län í Svøríki. Kommunan hevur umleið 10 061 íbúgvar (2013). Ludvika kommuna. Ludvika kommuna (svenskt: Ludvika kommun), er ein kommuna í Dalarnas län í Svøríki. Ludvika kommuna hevur umleið 25 712 íbúgvar (2013). Leksands kommuna. Leksands kommuna (svenskt: Leksands kommun), er ein kommuna í Dalarnas län í Svøríki. Leksands kommuna hevur umleið 15 157 íbúgvar (2013). Hedemora kommuna. Hedemora kommuna (svenskt: Hedemora kommun), er ein kommuna í Dalarnas län í Svøríki. Hedemora kommuna hevur umleið 15 021 íbúgvar (2013). Gagnefs kommuna. Gagnefs kommuna (svenskt: Gagnefs kommun) er ein kommuna í Dalarnas län í Svøríki. Gagnefs kommuna hevur umleið 10 023 íbúgvar (2013). Falu kommuna. Falu kommuna (svenskt: Falu kommun), er ein kommuna í Dalarnas län í Svøríki. Falu kommuna hevur umleið 56 767 íbúgvar (2013). Borlänge kommuna. Borlänge kommuna (svenskt: Borlänge kommun), er ein kommuna í Dalarnas län í Svøríki. Borlänge kommuna hevur umleið 50 023 íbúgvar (2013). Avesta kommuna. Avesta kommuna (svenskt: Avesta kommun), er ein kommuna í Dalarnas län í Svøríki. Avesta kommuna hevur umleið 21 582 íbúgvar (2013). Örebro kommuna. Örebro kommuna (svenskt: Örebro kommun), er ein kommuna í Örebro län í Svøríki. Örebro kommuna hevur umleið 140 559 íbúgvar (2013). Nora kommuna. Nora kommuna (svenskt: Nora kommun), er ein kommuna í Örebro län í Svøríki. Nora kommuna hevur umleið 10 399 íbúgvar (2013). Ljusnarsbergs kommuna. Ljusnarsbergs kommuna (svenskt: Ljusnarsbergs kommun), er ein kommuna í Örebro län í Svøríki. Ljusnarsbergs kommuna hevur umleið 4 875 íbúgvar (2013). Lindesbergs kommuna. Lindesbergs kommuna (svenskt: Lindesbergs kommun), er ein kommuna í Örebro län í Svøríki. Lindesbergs kommuna hevur umleið 23 179 íbúgvar (2013). Lekebergs kommuna. Lekebergs kommuna (svenskt: Lekebergs kommun), er ein kommuna í Örebro län í Svøríki. Lekebergs kommuna hevur umleið 7 289 íbúgvar (2013). Laxå kommuna. Laxå kommuna (svenskt: Laxå kommun), er ein kommuna í Örebro län í Svøríki. Laxå kommuna hevur umleið 5 580 íbúgvar (2013). Kumla kommuna. Kumla kommuna (svenskt: Kumla kommun), er ein kommuna í Örebro län í Svøríki. Kumla kommuna hevur umleið 20 904 íbúgvar (2013). Karlskoga kommuna. Karlskoga kommuna (svenskt: Karlskoga kommun), er ein kommuna í Örebro län í Svøríki. Karlskoga kommuna hevur umleið 29 728 íbúgvar (2013). Hällefors kommuna. Hällefors kommuna (svenskt: Hällefors kommun), er ein kommuna í Örebro län í Svøríki. Hällefors kommuna hevur umleið 6 982 íbúgvar (2013). Hallsbergs kommuna. Hallsbergs kommuna (svenskt: Hallsbergs kommun), er ein kommuna í Örebro län í Svøríki. Hallsbergs kommuna hevur umleið 15 267 íbúgvar (2013). Degerfors kommuna. Degerfors kommuna (svenskt: Degerfors kommun), er ein kommuna í Örebro län í Svøríki. Degerfors kommuna hevur umleið 9 500 íbúgvar (2013). Askersunds kommuna. Askersunds kommuna (svenskt: Askersunds kommun), er ein kommuna í Örebro län í Svøríki. Askersunds kommuna hevur umleið 11 096 íbúgvar (2013). Ödeshögs kommuna. Ödeshögs kommuna (svenskt: Ödeshögs kommun), er ein kommuna í Östergötlands län í Svøríki. Ödeshögs kommuna hevur umleið 5 174 íbúgvar (2013). Åtvidabergs kommuna. Åtvidabergs kommuna (svenskt: Åtvidabergs kommun), er ein kommuna í Östergötlands län í Svøríki. Åtvidabergs kommuna hevur umleið 11 460 íbúgvar (2013). Ydre kommuna. Ydre kommuna (svenskt: Ydre kommun), er ein kommuna í Östergötlands län í Svøríki. Ydre kommuna hevur umleið 3 617 íbúgvar (2013). Valdemarsviks kommuna. Valdemarsviks kommuna (svenskt: Valdemarsviks kommun), er ein kommuna í Östergötlands län í Svøríki. Valdemarsviks kommuna hevur umleið 7 585 íbúgvar (2013). Vadstena kommuna. Vadstena kommuna (svenskt: Vadstena kommun), er ein kommuna í Östergötlands län í Svøríki. Vadstena kommuna hevur umleið 7 883 íbúgvar (2013). Söderköpings kommuna. Söderköpings kommuna (svenskt: Söderköpings kommun), er ein kommuna í Östergötlands län í Svøríki. Söderköpings kommuna hevur umleið 14 195 íbúgvar (2013). Norrköpings kommuna. Norrköpings kommuna (svenskt: Norrköpings kommun), er ein kommuna í Östergötlands län í Svøríki. Norrköpings kommuna hevur umleið 133 759 íbúgvar (2013). Motala kommuna. Motala kommuna (svenskt: Motala kommun), er ein kommuna í Östergötlands län í Svøríki. Motala kommuna hevur umleið 42 187 íbúgvar (2013). Mjölby kommuna. Mjölby kommuna (svenskt: Mjölby kommun), er ein kommuna í Östergötlands län í Svøríki. Mjölby kommuna hevur umleið 26 313 íbúgvar (2013). Linköpings kommuna. Linköpings kommuna (svenskt: Linköpings kommun), er ein kommuna í Östergötlands län í Svøríki. Linköpings kommuna hevur umleið 150 202 íbúgvar (2013). Kinda kommuna. Kinda kommuna (svenskt: Kinda kommun), er ein kommuna í Östergötlands län í Svøríki. Kinda kommuna hevur umleið 9 802 íbúgvar (2013). Finspångs kommuna. Finspångs kommuna (svenskt: Finspångs kommun), er ein kommuna í Östergötlands län í Svøríki. Finspångs kommuna hevur umleið 20 903 íbúgvar (2013). Boxholms kommuna. Boxholms kommuna (svenskt: Boxholms kommun), er ein kommuna í Östergötlands län í Svøríki. Boxholms kommuna hevur umleið 5 278 íbúgvar (2013). Bjuvs kommuna. Bjuvs kommuna (svenskt: "Bjuvs kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Bjuvs kommuna hevur 14 963 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Bromölla kommuna. Bromölla kommuna (svenskt: "Bromölla kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Bromölla kommuna hevur 12 479 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Burlövs kommuna. Burlövs kommuna (svenskt: "Burlövs kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Burlövs kommuna hevur 17 399 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Båstads kommuna. Båstads kommuna (svenskt: "Båstads kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Båstads kommuna hevur 14 437 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Eslövs kommuna. Eslövs kommuna (svenskt: "Eslövs kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Eslövs kommuna hevur 32 365 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Helsingborgs kommuna. Helsingborgs kommuna (svenskt: "Helsingborgs kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Helsingborgs kommuna hevur 137 360 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Hässleholms kommuna. Hässleholms kommuna (svenskt: "Hässleholms kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Hässleholms kommuna hevur 50 917 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Höganäs kommuna. Höganäs kommuna (svenskt: "Höganäs kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Höganäs kommuna hevur 25 527 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Hörby kommuna. Hörby kommuna (svenskt: "Hörby kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Hörby kommuna hevur 14 960 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Höörs kommuna. Höörs kommuna (svenskt: "Höörs kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Höörs kommuna hevur 15 942 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Klippans kommuna. Klippans kommuna (svenskt: "Klippans kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Klippans kommuna hevur 16 866 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Kristianstads kommuna. Kristianstads kommuna (svenskt: "Kristianstads kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Kristianstads kommuna hevur 82 312 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Kävlinge kommuna. Kävlinge kommuna (svenskt: "Kävlinge kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Kävlinge kommuna hevur 30 008 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Landskrona kommuna. Landskrona kommuna (svenskt: "Landskrona kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Landskrona kommuna hevur 43 860 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Lomma kommuna. Lomma kommuna (svenskt: "Lomma kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Lomma kommuna hevur umleið 23 251 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Lunds kommuna. Lunds kommuna (svenskt: "Lunds kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Lunds kommuna hevur 116 496 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Malmö kommuna. Malmö er triðstørsti býur í Svøríki. Malmö kommuna (svenskt: "Malmö kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Malmö kommuna hevur 321 581 íbúgvar (2015). Osby kommuna. Osby kommuna (svenskt: "Osby kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Osby kommuna hevur 12 926 íbúgvar (2015). Perstorps kommuna. Perstorps kommuna (svenskt: "Perstorps kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Perstorps kommuna hevur 7 179 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Simrishamns kommuna. Simrishamns kommuna (svenskt: "Simrishamns kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Simrishamns kommuna hevur 19 069 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Sjöbo kommuna. Sjöbo kommuna (svenskt: "Sjöbo kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Sjöbo kommuna hevur 18 465 íbúgvar (2015). Ávisingar úteftir. * Skurups kommuna. Skurups kommuna (svenskt: "Skurups kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Skurups kommuna hevur 15 153 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Staffanstorps kommuna. Staffanstorps kommuna (svenskt: "Staffanstorps kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Staffanstorps kommuna hevur 23 079 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Svalövs kommuna. Svalövs kommuna (svenskt: "Svalövs kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Svalövs kommuna hevur 13 650 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Svedala kommuna. Svedala kommuna (svenskt: "Svedala kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Svedala kommuna hevur 20 430 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Tomelilla kommuna. Tomelilla kommuna (svenskt: "Tomelilla kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Tomelilla kommuna hevur 13 111 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Trelleborgs kommuna. Trelleborgs kommuna (svenskt: "Trelleborgs kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Trelleborgs kommuna hevur 43 258 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Vellinge kommuna. Vellinge kommuna (svenskt: "Vellinge kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Vellinge kommuna hevur 34 496 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Ystads kommuna. Ystads kommuna (svenskt: "Ystads kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Ystads kommuna hevur 28 959 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Åstorps kommuna. Åstorps kommuna (svenskt: "Åstorps kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Åstorps kommuna hevur 15 126 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Ängelholms kommuna. Ängelholms kommuna (svenskt: "Ängelholms kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Ängelholms kommuna hevur 30 638 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Örkelljunga kommuna. Örkelljunga kommuna (svenskt: "Örkelljunga kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Örkelljunga kommuna hevur 9 841 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Östra Göinge kommuna. Östra Göinge kommuna (svenskt: "Östra Göinge kommun") er ein kommuna í Skåne län í Svøríki. Östra Göinge kommuna hevur 14 015 íbúgvar (2015). Ávísingar úteftir. * Österåkers kommuna. Österåkers kommuna (svenskt: Österåkers kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Österåkers kommuna hevur umleið 40 495 íbúgvar. Värmdö kommuna. Värmdö kommuna (svenskt: Värmdö kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Värmdö kommuna hevur umleið 39 784 íbúgvar (2013). Vaxholms kommuna. Vaxholms kommuna (svenskt: Vaxholms kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Vaxholms kommuna hevur umleið 11 118 íbúgvar. Vallentuna kommuna. Vallentuna kommuna (svenskt: Vallentuna kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Vallentuna kommuna hevur umleið 31 616 íbúgvar. Upplands Väsby kommuna. Upplands Väsby kommuna (svenskt: Upplands Väsby kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Upplands Väsby kommuna hevur umleið 41 449 íbúgvar. Upplands-Bro kommuna. Upplands-Bro kommuna (svenskt: Upplands-Bro kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Upplands-Bro kommuna hevur umleið 24 703 íbúgvar (2013). Täby kommuna. Täby kommuna (svenskt: Täby kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Täby kommuna hevur umleið 66 292 íbúgvar. Tyresö kommuna. Tyresö kommuna (svenskt: Tyresö kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Tyresö kommuna hevur umleið 40 281 íbúgvar (2013). Södertälje kommuna. Södertälje kommuna (svenskt: Södertälje kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Södertälje kommuna hevur umleið 91 072 íbúgvar (2013). Sundbybergs kommuna. Sundbybergs kommuna (svenskt: Sundbybergs kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Sundbybergs kommuna hevur umleið 42 626 íbúgvar. Stokkhólms kommuna. Stokkhólms kommuna (svenskt: Stockholms kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Stokkhólms kommuna hevði 897.700 íbúgvar í 2013 og er tann størsta kommunan í Svøríki. Býarpartar. Býarpartar Stokkhólms síðan 1. januar 2007. Solna kommuna. Solna kommuna (svenskt: Solna kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Solna kommuna hevur umleið 72 740 íbúgvar (2013). Sollentuna kommuna. Sollentuna kommuna (svenskt: Sollentuna kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Sollentuna kommuna hevur umleið 68 145 íbúgvar (2013). Sigtuna kommuna. Sigtuna kommuna (svenskt: Sigtuna kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Sigtuna kommuna hevur umleið 43 372 íbúgvar (2013). Salems kommuna. Salems kommuna (svenskt: Salems kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Salems kommuna hevur umleið 16 001 íbúgvar (2013). Nynäshamns kommuna. Nynäshamns kommuna (svenskt: Nynäshamns kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Nynäshamns kommuna hevur umleið 26 796 íbúgvar (2013). Nykvarns kommuna. Nykvarns kommuna (svenskt: Nykvarns kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Nykvarns kommuna hevur umleið 9 523 íbúgvar (2013). Norrtälje kommuna. Norrtälje kommuna (svenskt: Norrtälje kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Norrtälje kommuna hevur umleið 56 845 íbúgvar (2013). Nacka kommuna. Nacka kommuna (svenskt: "Nacka kommun") er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Nacka kommuna hevur umleið 94 423 íbúgvar (2013). Lidingö kommuna. Lidingö kommuna (svenskt: Lidingö kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Lidingö kommuna hevur umleið 45 178 íbúgvar (2013). Järfälla kommuna. Järfälla kommuna (svenskt: Järfälla kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Järfälla kommuna hevur umleið 69 167 íbúgvar (2013). Huddinge kommuna. Huddinge kommuna (svenskt: Huddinge kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Huddinge kommuna hevur umleið 102 557 (2013). Haninge kommuna. Haninge kommuna (svenskt: Haninge kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Haninge kommuna hevur umleið 80 392 íbúgvar (2013). Ekerö kommuna. Ekerö kommuna (svenskt: Ekerö kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Ekerö kommuna hevur umleið 26 335 íbúgvar (2013). Danderyds kommuna. Danderyds kommuna (svenskt: Danderyds kommun), er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Danderyds kommuna hevur umleið 32 222 íbúgvar (2013). Botkyrka kommuna. Botkyrka kommuna (svenskt: "Botkyrka kommun") er ein kommuna í Stockholms län í Svøríki. Botkyrka kommuna hevur 87 500 íbúgvar (2013). Värnamo kommuna. Värnamo kommuna (svenskt: Värnamo kommun), er ein kommuna í Jönköpings län í Svøríki. Värnamo kommuna hevur umleið 33 155 íbúgvar. Vetlanda kommuna. Vetlanda kommuna (svenskt: Vetlanda kommun), er ein kommuna í Jönköpings län í Svøríki. Vetlanda kommuna hevur umleið 26 419 íbúgvar. Vaggeryds kommuna. Vaggeryds kommuna (svenskt: Vaggeryds kommun), er ein kommuna í Jönköpings län í Svøríki. Vaggeryds kommuna hevur umleið 13 209 íbúgvar. Tranås kommuna. Tranås kommuna (svenskt: Tranås kommun), er ein kommuna í Jönköpings län í Svøríki. Tranås kommuna hevur umleið 18 197 íbúgvar. Sävsjö kommuna. Sävsjö kommuna (svenskt: Sävsjö kommun), er ein kommuna í Jönköpings län í Svøríki. Sävsjö kommuna hevur umleið 10 969 íbúgvar. Nässjö kommuna. Nässjö kommuna (svenskt: Nässjö kommun), er ein kommuna í Jönköpings län í Svøríki. Nässjö kommuna hevur umleið 29 516 íbúgvar (2013). Mullsjö kommuna. Mullsjö kommuna (svenskt: Mullsjö kommun), er ein kommuna í Jönköpings län í Svøríki. Mullsjö kommuna hevur umleið 7 039 íbúgvar (2013). Jönköpings kommuna. Jönköpings kommuna (svenskt: Jönköpings kommun), er ein kommuna í Jönköpings län í Svøríki. Jönköpings kommuna hevur umleið 130 798 íbúgvar (2013). Habo kommuna. Habo kommuna (svenskt: "Habo kommun") er ein kommuna í Jönköpings län í Svøríki. Habo kommuna hevur umleið 10 975 íbúgvar (2013). Gnosjö kommuna. Gnosjö kommuna (svenskt: Gnosjö kommun), er ein kommuna í Jönköpings län í Svøríki. Gnosjö kommuna hevur umleið 9 406 íbúgvar (2013). Gislaveds kommuna. Gislaveds kommuna (svenskt: Gislaveds kommun), er ein kommuna í Jönköpings län í Svøríki. Gislaveds kommuna hevur umleið 28 713 íbúgvar (2013). Eksjö kommuna. Eksjö kommuna (svenskt: Eksjö kommun), er ein kommuna í Jönköpings län í Svøríki. Eksjö kommuna hevur umleið 16 464 íbúgvar (2013). Aneby kommuna. Aneby kommuna (svenskt: Aneby kommun), er ein kommuna í Jönköpings län í Svøríki. Aneby kommuna hevur umleið 6 375 íbúgvar (2013). Örnsköldsviks kommuna. Örnsköldsviks kommuna (svenskt: Örnsköldsviks kommun), er ein kommuna í Västernorrlands län í Svøríki. Örnsköldsviks kommuna hevur umleið 54 986 íbúgvar (2013). Ånge kommuna. Ånge kommuna (svenskt: Ånge kommun), er ein kommuna í Västernorrlands län í Svøríki. Ånge kommuna hevur umleið 9 548 íbúgvar. Timrå kommuna. Timrå kommuna (svenskt: Timrå kommun), er ein kommuna í Västernorrlands län í Svøríki. Timrå kommuna hevur umleið 18 062 íbúgvar. Sundsvalls kommuna. Sundsvalls kommuna (svenskt: Sundsvalls kommun), er ein kommuna í Västernorrlands län í Svøríki. Sundsvalls kommuna hevur umleið 96 978 íbúgvar. Sollefteå kommuna. Sollefteå kommuna (svenskt: Sollefteå kommun), er ein kommuna í Västernorrlands län í Svøríki. Sollefteå kommuna hevur umleið 19 623 íbúgvar (2013). Kramfors kommuna. Kramfors kommuna (svenskt: Kramfors kommun), er ein kommuna í Västernorrlands län í Svøríki. Kramfors kommuna hevur umleið 18 433 íbúgvar (2014). Býir - "Tätort". Svenska hagtalsstovan nýtir orðið "tätort" um eina bygd við í minsta lagi 200 íbúgvum, har tað í mesta lagi eru 200 metrar millum húsini og har parturin av frítíðarhúsum er minni enn 50 %. Härnösands kommuna. Härnösands kommuna (svenskt: Härnösands kommun), er ein kommuna í Västernorrlands län í Svøríki. Härnösands kommuna hevur umleið 24 509 íbúgvar (2013). Åsele kommuna. Åsele kommuna (svenskt: Åsele kommun), er ein kommuna í Västerbottens län í Svøríki. Åsele kommuna hevur umleið (2013) 2 875 íbúgvar. Bjurholms kommuna. Bjurholms kommuna (svenskt: Bjurholms kommun), er ein kommuna í Västerbottens län í Svøríki. Bjurholms kommuna hevur umleið 2 436 íbúgvar (2013). Dorotea kommuna. Dorotea kommuna (svenskt: Dorotea kommun), er ein kommuna í Västerbottens län í Svøríki. Dorotea kommuna hevur umleið 2 757 íbúgvar (2013). Lycksele kommuna. Lycksele kommuna (svenskt: Lycksele kommun), er ein kommuna í Västerbottens län í Svøríki. Lycksele kommuna hevur umleið 12 270 íbúgvar (2013). Umeå kommuna. Umeå kommuna (svenskt: Umeå kommun), er ein kommuna í Västerbottens län í Svøríki. Umeå kommuna hevur umleið 118 349 íbúgvar (2013). Kommunan hevur mark við grannakommunurnar har Skellefteå, Robertsfors, Vindelen, Vännäs og Nordmaling. Umsitingin hjá kommununi liggur í býnum Umeå. Kommunan er hin fólkaríkasta í Västerbotten og Norrland, og lá í 2011 á einum 11. plássi yvir Svøríkis fólkaríkastu kommunur. Storumans kommuna. Storumans kommuna (svenskt: Storumans kommun), er ein kommuna í Västerbottens län í Svøríki. Storumans kommuna hevur umleið (2013) 5 954 íbúgvar. Sorsele kommuna. Sorsele kommuna (svenskt: "Sorsele kommun") er ein kommuna í Västerbottens län í Svøríki. Sorsele kommuna hevur 2 596 íbúgvar (2014). Skellefteå kommuna. Skellefteå kommuna (svenskt: Skellefteå kommun), er ein kommuna í Västerbottens län í Svøríki. Skellefteå kommuna hevur umleið 71 988 íbúgvar (2013). Robertsfors kommuna. Robertsfors kommuna (svenskt: "Robertsfors kommun") er ein kommuna í Västerbottens län í Svøríki. Robertsfors kommuna hevur umleið 6 738 íbúgvar (2013). Norsjö kommuna. Norsjö kommuna (svenskt: Norsjö kommun), er ein kommuna í Västerbottens län í Svøríki. Norsjö kommuna hevur umleið 4 175 íbúgvar (2013). Býir. Kommunusætið er í býnum, ið verður skrivaður við feitari skrift Malå kommuna. Malå kommuna (svenskt: Malå kommun), er ein kommuna í Västerbottens län í Svøríki. Malå kommuna hevur umleið 3 155 íbúgvar (2013). Nordmalings kommuna. Nordmalings kommuna (svenskt: Nordmalings kommun), er ein kommuna í Västerbottens län í Svøríki. Nordmalings kommuna hevur umleið 7 006 íbúgvar (2013). Vilhelmina kommuna. Vilhelmina kommuna (svenskt: Vilhelmina kommun), er ein kommuna í Västerbottens län í Svøríki. Vilhelmina kommuna hevur umleið (2013) 6 887 íbúgvar. Vindelns kommuna. Vindelns kommuna (svenskt: Vindelns kommun), er ein kommuna í Västerbottens län í Svøríki. Vindelns kommuna hevur umleið (2013) 5 344 íbúgvar. Vännäs kommuna. Vännäs kommuna (svenskt: Vännäs kommun), er ein kommuna í Västerbottens län í Svøríki. Vännäs kommuna hevur umleið (2013) 8 583 íbúgvar. Albania. Albania (albanskt: "Republika e Shqipërisë") ella Lýðveldið Albania er eitt lýðveldi í Suðurevropa. Høvuðsstaður er Tirana, og londinum hevur umleið 2,8 millionar íbúgvar. Albania hevur mark við 4 lond: Í norðri hevur Albania mark við Montenegro, í eystri við Kosovo og Makedónia, og í suðri við Grikkaland. Høvuðsmálið er albanskt. Stórur partur av Albania er fjallalendi. Søga. Í øldir stóð landið undir Osmannaríkinum, og tá ið turkar fóru haðan í 1913, var Albania illa fyri á øllum økjum; har vóru hvørki vegir ella jarnbreytir, og ídnaður var eingin. Næstan alla 20. øld hevur Albania verið fasistisk kongsveldi og kommunistisk einaræðisland. Í 1991 vóru fræls val. Albanar stríðast nú við at umskipa búskapin og menna landið. Frá 1944 til 1985 stýrdi kommunistiski einaræðisharrin, Enver Hoxha (16. oktober 1908 – 11. apríl 1985), Albania. Meðan hann stýrdi, varð landið fullkomiliga avbyrgt frá hinum londunum í Evropa. Markið til gamla Jugoslavia og Grikkalands varð stongt, og eisini varð alt samband við Italia bannað. Eftir 1960 hevði Albania bara handilssamband við Kina, og allur flutningur skuldi bara fara um teir báðar havnabýirnar Durres og Vlore. Kommunistarnir mentu stálídnaðin, men lótu landbúnaðin liggja á láni og gjørdu annars einki at menna landið. Fólkið. Ættin ella húskið hava nógv at týða í Albania, og bara fá ár eru síðan, at myndugleikarnir eggjaðu hjúnum at eiga mong børn. Frá barnsbeini verða albanar lærdir at verða orðhaldnir, á albanskum "besa". Stendur maður ikki við sítt orð, til dømis í einari handilsavtalu, er tað stór skomm. Búskapur. Albania er ímillum allar fátækastu lond í Evropa. Lítið arbeiði er í Albania, og lønin er lág. Um triðingurin av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum, hin triðingurin arbeiðir í ídnaðinum og tænastuvinnuni. Seinastu árini eru mangir albanar farnir til Grikkalands og Italia at arbeiða. Landafrøði. Meginparturin av landinum er fjallalandi og einans nýtiligt sum geitar- ella seyðabeiti. Ungarn. Ungarn, fyrr Húnaland, (ungarskt: "Magyarország") er lýðveldi í Miðevropa. Í vestri hevur Ungarn mark við Eysturríki, í norðri við Slovakia, í eystri við Ukreina og Rumenia og í suðri við Serbia, Kroatia og Slovenia. Høvuðsstaðurin er Budapest. Kommunistarnir tóku ræðið eftir annan heimsbardaga, og teir bardu eirindaleyst niður ein uppreistur í 1956. Nú er fólkaræði. Í 895 var ungarskt landnám. Í 10. øld taka ungarar við kristindóminum. Frá 1945 til 1989 var Ungarn kommunistiskt. 1. mai 2004 gjørdist Ungarn limur í ES. Søga. Annar veraldarbardagi fór illa við Sovjetsamveldinum, tað misti ógvuliga nógv fólk, og allur vestari partur lá í sorli. Sovjetisku ríkisovastarnir vórðu altráðir eftir at fáa ræðið yvir Eysturevropa, tí at teir óttaðust fyri nýggjum álopum vestaneftir, og tí at ríkinum tørvaði at endurreisa ídnaðin. Við ávikavist politiskum trýsti og hermegi grundaðu teir fólkalýðveldi og settu fólk at stýra, sum tóku undir við sovjetiska stýrinum í Moskva. Í 1956 kravdu bæði Ungarn og Pólland sjálvræði. Í Póllandi eydnaðist at fáa tamarhald á viðurskiftunum við hernaðarhóttanum og lyftum um størri frælsi, men í Ungarn setti fólkið seg upp ímóti kommunismuni. 4. november 1956 tóku sovjetiskar herdeildir seg inn í Budapest og bardu uppreisturin niður við harðari hond. USA og NATO-londini fordømdu atgerðina, men løgdu ikki uppí. Landafrøði. Ungarn er ein fløta, alt sum tað er. Meginparturin av Ungarn er stórur, fláur og fruktagóður slætti, nevndur "puszta", men í vestara og norðara parti í landinum eru heyggjalendi og lág fjøll. Ungarn er syðsta landið í Miðevropa. Vestan fyri Donau ganga kortini høgir ryggir gjøgnum landið, men eystan fyri ánna er heilt slætt. Av tí landið er so slætt, renna áirnar ógvuliga makar og krókutar. Í móruni fram við áarbakkunum vaksa heilir skógir av sevi, og har er eitt útvalt tilhaldspláss hjá ymsum fuglasløgum. Tisza, sum kemur úr Karpatarfjøllunum, førir nógv vatn við sær um várarnar, tá ið kavin tiðnar har norðuri, og ikki var tað sjáldan, at hon leyp; nú hava teir gjørt byrgingar til at forða fyri hesum. Summastaðni hava teir eisini grivið gryvjur frá henni, so teir fáa veitt vatn á bøin um summarið. Landið er langt frá stórhøvunum, og summarið verður tí heitt og turt, men veturin kaldur. Fyrr var at kalla alt landið ein grasfløta - "pusztain" - men nú er fløtan undanvelt, og har er eitt tað besta kornlendið í Evropa. Eystasti parturin av fløtuni liggur kortini enn, sum hann lá, og har ganga stór neyta- og seyðafylgir. Vestast í landinum eru einstakir skógir, og nú eru teir farnir at seta nøgd av trøum niður í eystara parti eisini, mest fyri at hava tey sum skjólgarðar. Ungarskur matur. Tjóðarrættur í Ungarn er "gulasj", ein kendur grýturættur við neytakjøti og grønmeti, sum eisini verður sopin sum tjúkk súpan. Sterk, reyð piparfrukt, nevnd paprika, gevur rættinum sín sterka, eyðkenda smakk. Aðrar máltíðir, sum liggja leingi á, eru karpa í paprikasós, livurpostei lagt í deiggi og glóðsteikt kjøtsneis við paprika. Búskapur. Sum í hinum londunum í Miðevropa verður nógv korn velt. Bøndurnir dyrka eisini sólblómur, frukt, grønmeti og oljuber, fikur og vínber - ungarar gera nógv vín. Skiftið frá kommunistiskum búskapi til kapitalistiskan hevur verið trupult. Ídnaðurin í Ungarn er fjølbroyttur, og teir gera metal, evnafrøðievni, akfør, klæði, amboð og ravmagnslutir. Eftir stjórnarskiftið í 1990 legði landið búskapin um til marknaðarbúskap. Mangar fyritøkur eru komnar á privatar hendur, og á summum økjum í ídnaðinum hevur verið afturgongd. Ungarska fólkið er væl útbúgvið, helst í gransking, tøkni og maskinframleiðslu, og tað hevur við sær, at útlendingar seta meiri pening í vinnulív í Ungarn enn í nøkrum øðrum landi í Miðevropa. Fólkið. Høvuðsmálið er ungarskt. Argir. Argir er ein býur í Føroyum sunnanfyri fyri høvuðsstaðin Tórshavn í Suðurstreymoy. Navnið kemur frá navnorðinum "ærgi". Eitt ærgi er eitt summarbit til neyt í haga, har fólk eisini vórðu hildin til. Av tí sama hava málfrøðingar skotið upp at nýnevna býin "Ærgir". Argir hevur verið partur av Tórshavnar kommunu síðani 1997, tá Argja kommuna legði saman við Havnina. Navnauppruni. Í jarðarbókini frá 1584, ið skrivað er á donskum, verður bygdarnavnið stavað Arge. Elsta navnið, ið tingbøkurnar hava, er frá 1616, har verður navnið stavað: "Argie". Schrøter, prestur, og N. Andersen, sorinskrivari, hava ikki dugað føroyskt mál, og tí hevði bygdin danskt navn. Seinni fekk bygdin navnið Argir. Trúarlív. Í 1935 kom hitt fyrsta samkomuhúsið av sínum slagi í bygdini. Hetta var Hebron, sum fólk hiðani úr Brøðrasamkomuni lótu byggja. Henda samkoma hevur líka til henda dag havt kristiligar fundir, bíbliutímar og sunnudagsskúla, fyrst í gamla Hebron, so bygdu tey eitt nýtt í hús 1993. Tá skúlin var bygdur í 1952, opnaðist eisini fyri kristiligum fundum í skúlastovuni. Ítróttur. Fótbóltsliðið AB (Argja Bóltfelag) og róðrarfelagið Argja Róðrarfelag húsast á Argjum. Hoyvík. Hoyvík er ein bygd i Tórshavnar kommunu í Streymoynni, Umleið 4.300 fólk búgva í Hoyvík. Søga. Hoyvík hevur ongantíð verið stór bygd. Til 1800 var bert ein garður. Seinri varð hann býttur sundur í tveir garðar. Fyrstu húsini uttan fyri sjálvan garðin vórðu bygd í 1835. Frá fyrst í 1920-árunum var landbúnaðarroyndarstøð í Hoyvík, til húsini og økið vórðu latin Føroya Fornminnissavni. Gomlu húsini og bøurin verða skipað sum útisavn. Hoyvík legði saman við Tórshavnar kommunu í 1978, og stór útstykkingarætlan varð gjørd fyri alt tað økið, sum fyrr var hagi. Har hevur mikil og fjølbroytt sethúsabygging verið seinastu árini við øllum tí, sum hoyrir einum so stórum býarparti til. Skúli er, og ein enn størri verður nú bygdur, og ætlandi skal fyrsti partur standa liðugur á sumri 2008. Eisini er nýggj, stásilig ítróttarhøll bygd í Hoyvík fyri fáum árum síðan. Fleiri størri handils- og ídnaðarfyrtøkur halda til í Hoyvík. Teirra millum er einasta mjólkavirkið í Føroyum, MBM. Nýggj kirkja verður í løtuni bygd í Hoyvík, og fleiri fríkirkjur og samkomur hava bygt samkomuhús. Hoyvík er við at menna seg til at gerast ein býur í býnum. Bygt verður í stórum í Hoyvíkshaganum. Hetta setur skjøtil á ein nýggjan býling í Hoyvíkshaganum, og tá ið Karlamagnusarbreyt um ikki so langa tíð fer at knýta hetta handilsøkið við kirkjutorgið, sum verður gjørt í sambandi við nýggju Hoyvíkar Kirkju, hevur kommunan skapt tær rammur, ið neyðugar eru fyri býarvøkstri í hesum partinum av býnum. Hvítanes. Hvítanes er ein niðursetubygd á eystursíðuni á Streymoynni sunnanfyri Kaldbaksfjørð og út móti Tangafirði. Ein orsøkin til at fólk settust her, var til at bøta um sam­band­ið millum Eyst­ur­oynna og Streym­oynna. Um 96 fólk búgva á Hvítanesi. Hvítanes er niðursetubygd frá 1830unum. Niðursetumenninir komu flestir úr Kollafirði. Henda búseting er í skaldsøgusniði lýst í skaldsøguni "Hvørt við sínar náðir" eftir D. P. Danielsen. Tað var Pløyen, amtmaður, sum í 1837 gav nøkrum monnum møguleika at gerast niðursetumenn á Hvítanesi. Fólk hevði ikki búð har áður, men í fleiri førum høvdu menn áleiðis av Skálafjørðinum til Havnar sett upp her. Hvítanes er brimpláss, og tí hevur mangan verið trupult at koma á land. Niðursetufólkini fingu fyrst jørðina til leigu og seinri til keyps, og bygdin vaks. Hagi var eingin til bygdina, tí varð stórt arbeiði lagt í bøin, sum saman við útróðrinum var teirra livibreyð. Eftir at vegur kom millum Havnina og Hvítanes, og býurin er vaksin norðureftir við miklari ferð, er nærum samanbygt, og flestu hvítanesfólk arbeiða í Havn. Hvítanes hevur síðan kommunuvalið 1980 verið partur av Tórshavnar kommunu. Hvítanes er partur av Tórshavnar kommunu, men hóast tað er Hvítanes enn ein bygd við sínum eyðkennum, sum hvítanesfólk framvegis vilja varðveita. Kaldbak. Kaldbak er ein bygd í Streymoy. Umleið 218 fólk búgva í Kaldbak. Kaldbak lá leingi avbyrgd frá øðrum bygdum. Skuldi ikki gangast inn í Fjørð, var bert sjóvegis samband, til 1980, tá ið vegasamband fekst við Havnina. Hetta var trý ár eftir tað, at Kaldbak gjørdist partur av høvuðsstaðarkommununi. Við góða sambandinum við umheimin mentist bygdin. Fleiri grundstykki vórðu fingin til vega í nýggjum býlingi. Gamli skúlin er umvældur og útbygdur, og somuleiðis hava kaldbaksfólk fingið dagstovn. Nýggj útstykking er í løtuni ávegis í Kaldbkak. Kaldbaksmenn vóru millum teir fyrstu í Føroyum, sum fóru at ala síl og laks, og síðani hevur alivirksemið, alt eftir hvussu alivinnan hevur verið fyri, verið stórt á firðinum. Fiskasølufyritøkan Farex rekur eitt fiskavirki í Kaldbak. À virkinum arbeiða dagliga eini 10 - 12 fólk, sum framleiða gourmetvørur til matstovur. Nógv tann størsti parturin fer til útflutnings, men føroyskar matstovur keypa eisini nakað av framleisluni. Saman við Kaldbak kom Sund upp í Tórshavnar kommunu í 1977. Kaldbaksvegurin. 5. apríl 1977 var vegurin úr Kaldbak til Kaldbaksbotn liðugur. Vegurin til Havnar var fyrst liðugur í 1980. Kaldbaksbotnur. Kaldbaksbotnur er ein bygd í Streymoynni, partur av Tórshavnar kommuna. Í Kaldbaksbotni búgva 7 fólk. Innast í botninum á Kaldbaksfirði er niðursetubygdin Kaldbaksbotnur, sum við sínum báðum bóndagørðum lá rættiliga avbyrgd, til vegurin í 1980 kom úr Havn inn í Kaldbaksbotn og út til Kaldbaks trý ár eftir, at Kaldbaksbotnur saman við Kaldbak og Sundi kom upp í høvuðsstaðarkommununa. Í 1992 kom berghol millum Kaldbaksbotn og Signabø, og er hetta nú høvuðsferðsluæðrin norðaneftir til Havnar. Oman fyri Kaldbaksbotn er Mjørkadalur, har NATO bygdi herstøð í 1960. Nakað oman fyri bygdina er eisini Mannafelsdalur. Søgnin sigur, at har brustu sunnan- og norðanfjørðsmenn saman í miklum bardaga av misnøgd um skattin, katólska kirkjan legði á fólk at fíggja Múrin í Kirkjubø. Tað sigst, at grasið í Mannafelsdali litaðist reytt av tí blóði, har fleyt í bardaganum, og tað sigst vera reytt enn av blóðinum. Á sandinum inni í Kaldbaksbotni er vanligt at síggja nógv fólk við tráðu um sumrarnar, tí har eru sjósíl og laksur at fáa. Kaldbaksvegurin. 5. apríl 1977 var vegurin úr Kaldbak til Kaldbaksbotn liðugur. Vegurin til Havnar var fyrst liðugur í 1980. Kollafjørður. Kollafjørður er djúpur fjørður á eystursíðuni á Streymoynni. Kollafjørður er eisini navnið á bygdini. Á suðursíðuni á fjørðinum eru býlingarnir Signabøur og inni móti fjarðarbotninum Oyrareingir. Á suðursíðuni eru hesi støð: Úti á Sperm, Suðuri í Bø, á Signabø. Markið millum Signabø og Oyrareingir er Tryggjaðaráin. So koma vit til Oyrareingir v.m. Landafrøði. Kollafjørður verður ofta róptur landsins longsta bygd. Av Signabø og norður í Sund eru 8,5 km. Tá er strekkið við Kollfjarðardal av Hólmanum og fram á Hvilvt ikki íroknað. Hetta strekkið er 3 km. Fjørðurin sjálvur, sum bygdin ber navnið eftir, er 4,5 km innan av Hólma og út á Kjalnestanga. Kollafjørður er 51 merkur, sum svarar til 38 km2. Tær 50 merkurnar eru landsjørð, meðan bert tann eina er ogn. Hagin ber umleið 1500 seyðir. Bert ein av bóndagørðunum hava mjólkneyt - eini 80 mjólkneyt tilsamans – frammi í Dal. Norðan fyri Kjalnes út móti Tangafirði er býlingurin Norðuri í Sundum. Kollafjørður verður roknaður upp í Norðurstreymoy, men hoyrir nú til Tórshavnar kommunu. Hon var fyrr deild í fleiri býlingar, men er nú mestsum samanbygd. Nakrir av býlingunum eru: á Langasandi, við Kópastein, á Lygnnesi, í Líðini, við Sjógv, í Homrum, á Todnesi, á Miðgerði, á Kjalnesi og norðuri í Sundum. Ítróttur. Í Kollafirði er eitt ítróttarfelag, sum eitur KÍF, tað er stytting fyri Kollafjarðar Ítróttarfelag. KÍF íðkar hondbólt, flogbólt og kappróður. Triðja hvørt ár er stevna við FM kappróðri í Kollafirði. Henda stevna verður nevnd Sundalagsstevna. Hinar bygdirnar, sum skiftast til at hasa Sundalagsstevnuna eru Hósvík og Hvalvík. Mjørkadalur. Mjørkadalur er dalur á eystursíðuni á Streymoynni, undir Sornfelli, omanfyri Kaldbaksbotn. Mjørkadalur gjørdist serliga kendur, tá NATO støð var bygd har fyrst í 60unum í sambandi við eftirlitsútgerðina, ið sett var upp uppi á Sornfelli. Í Mjørkadali húsast í løtuni Arresthúsið. Norðradalur. Norðradalur er ein bygd í Streymoy. Norðradalur hoyrir til Tórshavnar kommunu. Í dag búgva 15 fólk í Norðradali (2011) og húsini, sum fólk búgva í, eru seks í tali. Barnaskúlin í bygdini varð niðurlagdur fyri umleið 10 árum síðani, og ganga børnini tískil í skúla í Havn. Fyrr var Norðradalur ein av bygdunum í Tórshavnar uttanbíggja kommunu, saman við Hoyvík, Hvítanesi, Syðradali og Argjum. Í dag verður barnaskúlin í bygdini nýttur sum bygdar- og samkomuhús, har guðstænasta verður hildin einar fýra ferðir um árið. Samkomuhúsið verður eisini nýtt til ymiskt annað, eitt nú til brúdleyp, føðingardagar o.t. Norðradalur er gomul landbúnaðarbygd, har dentur varð lagdur á neytahald, seyðahald og flogfenaða. Í dag er eitt fjós í Norðradali við 50 neytum, harav eru 30 mjólkineyt, og eini 15 slaktineyt. Tveir seyðabøndur eru eisini í bygdini. Samanlagt hava teir umleið 600 seyðir. Hesir hava eisini nøkur slaktineyt. Í bygdini er eisini ein smoltstøð. Har arbeiða eini fimm til seks fólk og nakað meira, tá serliga nógv er at gera. Lendingarviðurskiftini í bygdini eru ikki av teimum bestu, og tí hevur Norðradalur ongantíð verið nøkur útróðrarbygd, men kortini eru tveir opnir bátar heimahoyrandi í bygdini. Sund (bygd). Sund er ein bygd í Streymoy, partur av Tórshavnar kommuna. Sund á syðru síðu á Kaldbaksfirði er gomul bóndabygd, har ongantíð hevur verið meira enn eitt festi. Tað var rættiliga stórt - 12 merkur. Tey umleið 20 fólkini, sum einaferð hava búð á garðinum á Sundi, hava livað av tí, jørðin hevur borið, men útróðurin hevur eisini verið eitt gott ískoyti. Landbúnaður er enn sum áður á Sundi, men eystan fyri bóndahúsini er nú stórt havnarlag, har bøur fyrr var, ætlað útflutningsvinnu og møguliga komandi oljuvinnu. Norðan fyri hevur SEV motorverk. Við havnarlagið er eisini eitt asfaltvirki. Á sunnara síðu á Kaldbaksfirði er bóndabygdin Sund. Syðradalur, Streymoy. Syðradalur, ið er vestantil á Streymoy, er umgirdur av høgum fjøllum. Bæði Norðradalur og Syðradalur eru á vestursíðuni á Streymoy. Bygdin hevur verið ógvuliga avbyrgd, til hon í 1982 fekk vegasamband við Velbastað. Til og úr bygdini slepst heldur ikki við báti, tí Syðradalur er av ringastu brimplássum. Syðradalur hevur síðani trúbótina verið festigarður hjá ymsum prestum í Suðurstreymoy og var tað líka til 1936, tá ið hendan skipan varð broytt. Seinasti, sum festi prestajørð í Syðradali, var Jákup Dahl, próvstur. Eftir hetta vórðu festini latin øðrum. Í Syðradali eru tvey festi. Annað hevur seyðahald, og hitt festið hevur, umframt seyðahald, eisini neytahald, og nógv er seinastu árini velt upp úr nýggjum, og gamal bøur er veltur aftur. Velbastaður. Velbastaður er gomul bóndabygd sunnarlaga á vestursíðuni á Streymoynni, millum Syðradal og Kirkjubø. Umleið 190 fólk búgva á Velbastað. Velbastaður er av elstu bygdum í Føroyum. Í bønum niðan fyri bygdina oman móti sjóvarmálanum eru lutir, sum ivaleyst stava frá miðøldini, funnir, og nakað norðanfyri, í Fossdali, eru toftir funnar, sum helst stava frá víkingaøld. Velbastaður hevur verið, og er framvegis, eyðkend landbúnaðarbygd. Har er eisini stórt eggvirki og sláturvirki til flogfenað í bygdini. Bygdin er í vøkstri, og tað sæst m.a. av, at skúlin verður munandi útbygdur, og nýggjur dagstovnur er bygdur. Livandi mentanin hevur sínar djúpu røtur á Velbastað, har tey longu í 1895 stovnaðu ungmannafelagið Sólarmagn, og hóast bygdin 1. januar í 2005 kastaði saman við Tórshavnar kommunu, verður stórur dentur lagdur á at varðveita bygdarumhvørvið. Ánirnar. Ánirnar (ella Ánir) er ein bygd á Borðoynni millum Klaksvík og Strond. Í Ánunum kom bygd um leið 1840. Í 2009 vóru 15 nýmótans íbúðir bygdar í Ánunum. Bygdin er partur av Klaksvíkar kommunu og liggur 3 km norðanfyri Klaksvík. Norðhavnin er í Ánunum, havnin er alternativ havn hjá Norrønu og talið av ferðamannaskipum úr øðrum londum er vaksandi, tey leggja at við Norðhavnina og síðan kunnu ferðafólkini fara ein túr til Klaksvíkar ella onkra útferð. Tunnil er millum Ánir og Árnafjørð, hann var tikin í nýtslu í 1965 og er 1680 metrar langur. Vegurin sum kemur úr Klaksvík gjøgnum Ánirnar fer víðari norðureftir til byrgingina til Haraldssund á Kunoynni. Fólkatalið var 16 í 2007, men í 2014 var talið komið upp á 55. Tríggjar bygdir í Føroyum eru vaksnar so nógv í 1994-2014, at fólkatalið er meira enn tvífaldað. Í einari teirra, er fólkatalið meira enn fimmfaldað. Bygdin, sum hevur havt nógv tann størsta vøksturin í fólkatali er Ánirnar, beint norðan fyri Klaksvík. Tað er har, sum eitt nýtt íbúðarøki varð bygt fyri nøkrum árum síðani við fleiri eins húsum við útsýni oman á nýggju bingjuhavnina í Norðoyggjum. 1. juli 1994 vóru 9 fólk skrásett at búgva í Ánunum sambært Hagstovuni. 1. juli í 2014 vóru íbúgvarnir í Ánunum 55 í tali. Ein vøkstur upp á 46, svarandi til 511 prosent. Árnafjørður. Árnafjørður hoyrir til Klaksvíkar kommunu. Í Árnafirði búgva 51 fólk. Í bygdini eru 26 hús. 22 hús eru í gamla partinum av bygdini og tey flestu av teimum eru gomul. Men í bygdini er eisini ein nýggj útstykking. Higartil eru fýra hús bygd í tí økinum. Í Árnafirði er kirkja, sum er bygd í 1936, skúli, ið er bygdur í 1904, minuhúsið við síni serligu søgu, og so er eisini ein sjógvalistøð og eitt lítið fiskiídnaðarvirki í bygdini. Har er bátahylur og fleiri opnir bátar, sum reka útróður og avreiða fiskin til flakavirkið í bygdini. Minuhúsið varð bygt undir krígnum. Av tí at húsini í Árnafirði standa so nær sjónum, var vandin fyri fólkaskaða stórur, um so var, at minur róku á land í bygdini. Tá ættin lá inneftir Víkini, fór øll bygdin niðan í minuhúsið at búgva. Har var stórur køkur, matarhøll og fleiri sovirúm við koyggjum. Tað kom eisini fyri at eitt barn varð borið í heim í minuhúsinum. Børn spæla í einari stórari á í Árnafirði Floksmenn. Í Hattarvík í Fugloy livdu einaferð í gomlum døgum tríggir menn, ið kallaðir vóru Hálvdan Úlvsson, Høgni Nev og Rógvi Skel. Hálvdan Úlvsson var sterkastur av teimum, tí hann orkaði at lyfta ein stein, sum enn sæst í haganum har og er kallaður “Hálvdans Úlvssonar hav”; steinurin er átta alin ummáls eftir tjúktini og 10 alin ummáls eftir longdini. Hesir tríggir, ið nú eru nevndir, vóru eitt heystið á fjalli við øðrum fugloyingum. Sum venja er til, hevði hvør maður seyðbond við sær; seyðbondini vóru ikki samlitt og heldur ikki javngóð, og kom tí til ilnar millum rakstrarmenninar, at hvør ognaði sær tey bestu. Men av tí at hesir tríggir menninir, ið áður eru nevndir, hildu saman, tordu hinir ikki at forða teimum at taka bestu seyðbondini. Hesir tríggir sóu nú, at teir bóru yvirluta yvir hinar, og tað datt teimum tá í hug, at høvdu teir vilja til tess, tá stóð tað í teirra valdi at leggja undir seg fyrst Fugloy, og síðani, um teir fingu nakrar í lið við sær, allar Føroyar; og ikki var leingi eftir at bíða, at teir løgdu ráð saman at fremja tað í verki, ið fyrr bert hevði verið um hugsað. Men tað sóu teir, at skuldi tað alt væl ganga, ið teir høvdu í hyggju, so máttu teir vera vápnaðir, og tí sendu teir bræv til kongs og bóðu um svørð. Haðani kom tað svar aftur, at føroyingar vóru friðardýr, og tí nýtti eingin svørð í Føroyum. Men teir vóru treiskir og vildu ikki gevast; teir skrivaðu kongi aftur og greindu so frá, at ikki var friður í Føroyum fyri útlendskum ránsmonnum, sum kundu herja á fólk og drepa, áðrenn nakran vardi. So er at vera treiskur; - tá fingu teir svørð. Nú skal nevna við navni fjórða mannin í Hattarvík; hann æt Sjúrður við Gellingará; hann var sum hinir tríggir stórur og sterkur; men í tí var hann ólíkur hinum, at hann var spakligari og stillisligari enn teir, og sjaldan var hann ráðaleysur; hann var ríkur bóndi. Sjúrð hendan vildu hinir tríggir fáa í fylgi við sær; men tá ið teir høvdu tosað við hann um tað, hevði hann altíð først undan og sligið tað upp í glens; hann hevði tvær orsakir til at gera so; onnur var, at honum líkaði ikki tað, sum teir ætlaðu sær, men hin orsøkin var, at hann stutt fyri tað í Gøtu hevði sæð eina gentu, dóttur ríka bóndans “niðri við Hús”. Hon-um leitst væl á gentuna, so væl, at tá ið hann var heim aftur komin til Fugloyar, lá hjartað eftir í Gøtu; hann var tí farin til Gøtu aðra ferð og hevði borið upp bønarorð. Gentan hevði tá svarað honum so aftur: “Kemur tú at ári aftur í so vorðnum báti, sum tú komst við nú, so skal verða, sum tú vilt”. Av tí at hann nú hugsaði um brúdleyp sítt, var hann ófúsur at fara slíka váðaferð. Men nú høvdu hinir tríggir sett tað í seg, at Sjúrður skuldi fara við teimum, og tá ið hann nú ikki vildi við góðum, gingu teir ein páskamorgun snimma inn í stovu, har sum hann lá og svav, drógu hann fram undan rekkjuváðini, og lovaðu, at hann skuldi láta lív, um hann ikki vildi fallast á tað, sum teir høvdu í ráði, og ganga í felag við teimum. Tá læt hann sær eftirlíka. So gingu allir fýra út fyri dyr, tóku sær av blóði og lótu saman renna, til at vita um allir vóru samsintir í tí, sum nú var fyri hondum. Men blóð Sjúrðar vildi ikki renna saman við blóðið úr hinum, og tí kom ilt í teir, og teir søgdu: “Nú skulu vit drepa teg, tí tú vilt ikki halda við okkum;” men Sjúrður svaraði: “Ikki er tað so, sum tit halda; er so lítið skil í tykkum, at tit ikki síggja, at tí vil mítt blóð ikki renna saman við tykkara, at tykkara blóð er heitt, men mítt kalt?” Teimum skildist tá hetta satt at vera. Á tí staðinum, har sum teir blandaðu blóð, vuksu høgar túgvur úr jørðini, og hava tær sæst higar til dags. Um ólavsøkuna fóru hesir fýra ránsmenn ella floksmenn, sum teir nú skjótt vóru kallaðir, til Havnar, til tess at tosa við aðrar føroyingar um ætlan sína, at leggja undir seg allar Føroyar, sum tá stóðu undir útlendskum harradømi. Teir fingu tá aftrat í flokk við sær; flestir av teimum vóru úr Suðuroy. So var avgjørt, at teir skuldu møtast á Gøtueiði, og skuldu hvørjir kenna aðrar á tí, at bátar teirra skuldu vera bræddir í annað borð og hvítir í hitt. Men tað var ikki floksmonnunum til gagns, at teir fingu aðrar í lið við sær, tí tá barst ætlan teirra út og frættist skjótt um allar Føroyar, so at fólk á flestum støðum hildu vakt fyri floksmonnunum. Tá ið floksmenninir teir fýra komu heim aftur úr Havn, royndu teir at leggja undir seg alla Fugloy. Í Fugloy eru ikki meir enn tvær bygdir: Hattarvík, har sum floksmenninir búðu, og Kirkja, sum so var kallað, av tí kirkja var bygd har. Teir fóru tá alvápnaðir til Kirkju; men har hildu tey vakt, og tá ið tey sóu floksmenninar, flýddu øll sum skjótast inn í kirkjuna, tí kirkjan var vígdur halgidómur, so at ikki hin versti ránsmaður tordi at bróta frið har. Tá ið floksmenninir sóu fólkið flýggja í kirkjuna, søgdu teir við Sjúrð: “Tú ert skjótastur, Sjúrður, skunda tær oman og drep hvønn, ið tú fært fatur á”. Sjúrður rann tá, tað ið hann var mentur, og tá ið hann kom at húsunum, sá hann eitt smábarn, sum tey í ræðsluni høvdu gloymt at taka við sær í kirkjuna. Sjúrður vildi helst koma barninum undan; men han vildi eisini, at hinir floksmenninir skuldu halda hann vera dúguligan og illan í sær, so at teir ikki aftur skuldu fáa illgruna um hann. Hann rendi tí spjótið í klæðini á barninum og floygdi tað yvir eina húslon til at koma tí burtur av veginum, tí hinir høvdu ivaleyst dripið barnið, høvdu teir funnið tað. Men av tí at fjáltur var á honum, so kastaði hann so hart, at barnið steindoyði, tá ið tað datt niður aftur á jørðina. Fótasporið, sum Sjúrður stóð í, tá ið hann floygdi barnið yvir lonina, sæst enn, tí har hevur ikki síðani vaksið grasstrá. Av tí at annars alt fólkið í bygdini var flýtt í kirkjuna, so at teimum einki kundi gerast, máttu floks-menninir fara nakkalangir aftur til Hattarvíkar. Teir ætlaðu sær so at royna á bóndan í Árnafirði og drógu tí bát sín, bræddan í annað borð, hvítan í annað. Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, hevði Sjúrður fyri munni á sær: “Frítt er Eystfelli frá at fara”. Hálvdan Úlvsson svaraði aftur: “Ómenni títt, fríðari eru allar Føroyar.” “Tá ið tú hevur tær,” svaraði Sjúrður. - Teir komu nú inn til bóndans í Árnafirði; hann var bæði stórur og sterkur, og hann helt ímóti Hálvdani; teir bardust leingi á gólvinum, og tað sýndist at standa á jøvnum føti. Tá ið húskallur bóndans sá hetta, legði hann seg fyri føtur bóndans, so hann fell um hann. Hálvdan Úlvsson høgdi tá høvdið av honum við svørði sínum. Tá ið hann var deyður, vendi húskallurin sær at kroppinum høvuðleysum og mælti: “Nú fekst tú løn fyri fleytagjaldið”. Haðani fóru teir ígjøgnum Hvannasund, og síðani hildu teir fyri Kunoyarnakk, tí teir ætlaðu sær til Kunoyar. Tá ið teir komu fyri nakkin, var ein bátur har á útróðrum; tá ið menninir á útróðrarbátinum sóu, hvussu hin báturin var littur, vistu teir við tað sama, at tað vóru floksmenninir, og teir skundaðu sær tí at leggja inn á eina gjógv. Eingin av floks-monnunum uttan Sjúrður hevði sæð bátin. Tá ið floksmenninir komu áraka gjónna, varð einum gomlum manni á hinum bátinum á at hosta; bæði Sjúrður og Hálvdan Úlvsson hoyrdu tað. Hálvdan segði: “Her er bátur inni,” men Sjúrður svaraði: “Altíð er illgruni á tær, hoyrir tú ikki, at tað er sjógvurin, sum runar inni á gjónni?” “Tað kann vera, at so er, sum tú sigur,” svaraði Hálvdan, og teir róðu sína leið. So vildi til, at sonur bóndans í Kunoy henda sama dag var burtur í haga. Hann hevði lagt stóran kava av landnyrðingi. Tá ið Árni - so æt sonur bóndans - hevði gingið hagan á enda, var hann móður, tí nógvur hevði kavin verið fyri fótunum á honum. Hann hevði ikki meir enn sett seg niður at hvíla seg, tá ið hann sá bát, sum helt inn undir land. Hann rópaði á teir og spurdi, hvar teir ætlaðu sær; teir svaraðu, til Kunoyar. Hann var glaður við at sleppa frá at vaða ígjøgnum kava heimaftur og bað teir lova sær í bátin; tað var gaman í, søgdu teir. Tá ið hann var komin í bátin, sá hann ein hóp av vápnum har; aftur í bakskutinum lógu fýra svørð, eitt til hvønn floksmannin; so høvdu teir eisini bæði øksir og spjót. Hann fór tá at hava illgruna á, at tað mundu vera floksmenninir, sum hann var í báti hjá; ræðsla kom, sum vera man, á hann, men ikki læt hann teir síggja tað á sær. “Vilt tú vera við okkum?” spurdi Rógvi Skel Árna. “Til hvørs?” - svaraði Árni. “Til at vinna Føroyar,” svaraði Rógvi. “Ja, tað vil eg,” svaraði Árni. Tá segði Rógvi: “Nú skalt tú fyrst vera formaður hjá okkum til Kunoyar, tí vit eru ikki væl kunnugir”. “Tað skal eg gera”, svaraði Arni, “hagar fáa tit ongan betri formann enn meg; eg vil nú skifta vegin í fýra: fyrsta fjórðingin skal Rógvi Skel stýra, annan Høgni Nev, triðja Hálvdan Úlvsson og tann fjórða Sjúrður. Síðani sat hann stillur og var sum millum heims og heljar, tí hann væntaði sær vissan deyða. Tá fór Sjúrður at tosa við hann, tó spakuliga, so at hinir ikki skuldu hoyra, og segði: “Nú er deyðin tær vísur, tí floksmenninir høgga høvdið av tær, áðrenn teir leggja at landi; eg veit tær ikki annað ráð, enn at tú loypur upp á flata skerið undir Kunoy og roynir at leypa haðani á land; vilt tú royna tað, so skal eg stýra bátinum tætt inn at skerinum”. Árni helt seg til at kunna leypa av skerinum á land. Hálvdan Úlvsson tók eftir, at teir í loyndum tosaðu saman; hann rópti tí snøggliga á Sjúrð og segði: “Um hvat er tað, tit sita og lýðast á, Sjúrður; hví mega vit ikki hoyra tað?” Sjúrður svaraði stillisliga aftur: “Sig við fólkið, sum enn man vera í kirkjuni, at tey ikki mega fara úr henni; tí ongastaðnis eru tey í frið fyri floksmonnunum uttan í vígdari kirkju. Minst nú væl til, hvat eg havi sagt tær”. “Tað skal eg”, svaraði Árni. Hálvdan Úlvsson tók nú aðra ferð til orða, var illur og segði: “Hvat loyndarmál er tað, sum tú hevur at tosa við hann um? Sit ikki og lýð og lýð, men tosa hart, so vit kunnu hoyra, hvat tú sigur”. Sjúrður svaraði: “Eg spurdi hann, um kýrnar eru líka feitar í Kunoy enn, sum tær vóru í gomlum døgum, og hann sigur so vera”. Tá ið teir nærkaðust at lendingini í Kunoy, stýrdi Sjúrður tætt inn móti skerinum, og tá ið teir vóru áraka tað, leyp Árni úr bátinum á skerið og haðani á land; men skerið liggur hálvasættu alin frá landi, so at áttamannafar kann rógva innan fyri tað. Sjúrður tók øksina og kastaði eftir Árna, men við vilja rakti hann ikki. Hálvdan Úlvsson leyp skunduliga upp á skerið til at elta Árna, men hann tordi ikki at leypa inn á land, har sum Árni leyp, og mátti tí fara ein óhøgligari veg; kunoyingurin, sum var lættur uppá fót, slapp soleiðis nakað undan honum, men tá ið Hálvdan sá, at hann ikki kundi fáa hann aftur, kastaði hann øksina eftir honum. Hon feyk átta favnar á lofti og kom so í klettin í seinasta fótasporið, sum Árni hevði stigið. Holið eftir øksina sæst skiluliga í klettinum enn í dag. Árni rópti inn í kirkjuna og bað ongan ganga út haðani, tí floksmenninir vóru komnir at landi; síðani helt hann til fjals og fjaldi seg har. Tá ið floksmenn komu at húsum, sóu teir, at allir kunoyingar vóru í kirkjuni; teir fóru tá at hugsa um tað, at best mundi vera at royna at vinna sær vinskap hjá kunoyingum; teir fjaldu tí vápn síni, játtaðu, at teir vóru floksmenn, men lovaðu, at teir ikki skuldu gera kunoyingum nakað ilt; og so vóru teir har friðaligir og vinaligir. Einaferð, tá ið tosað var um, at vígdar kirkjur vardu mót ránsmonnum, spurdu teir kunoyingarnar: “Hvar er tann kirkjan í Føroyum, ið okkum kann verja?” Kunoyingar svaraðu: “Tað er Svínoyar kirkja, tí hon er vígd seinast”. Men tað var lygn, tí Svínoyar kirkja var einasta kirkjan í Føroyum, sum óvígd var. Floksmenninir søgdu, at tað var ætlan teirra at fara á Trøllanes, og spurdu kunoyingar, nær best mundi bera til at fara hagar. Kunoyingar svaraðu: “Landnyrðingur norðan er besta ætt, og broddur á vestfalli í mysing er besta sjóvarfall”. Teir dvaldu enn nakrar dagar í Kunoy, men so sýndist at vera góð líkindi at fara á Trøllanes. Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, var so ringt í sjónum, at teir vóru nær við at ganga burtur; teir tordu tí ikki at halda longur fram á vegin, men vendu aftur til Kunoyar. Kunoyingar spurdu tá: “Hví koma tit so skjótt aftur?” “Vit sluppu ikki longur fyri sjóvarilsku”, svara teir. Men kunoyingar søgdu tá: “Høvdu tit hildið longur, so høvdu tit verið úr øllum vanda”. Tá ið floksmenn hoyrdu tað, erraðu teir seg upp og fóru aðra ferð av stað til Trøllanes. Tó at sjógvurin var verri nú enn fyrru ferðina, vildu teir ikki venda aftur, men róðu líka tætt at lendingini á Trøllanesi. Men har stóð brimið uppi í grasinum, yvir fjøruti favnar stóð tað upp í bergið, so har var ikki at hugsa um at lenda; ódn var í sjónum og ein stormur í vindi, so at teir hugsaðu ikki um nakað lív. Teir stýrdu tí aftur til Kunoyar, og tað var ikki meira, enn teir bóru boðini fram. Teir søgdu tá við kunoyingar: “Vit sleppa aldri á Trøllanes; vit vóru tætt við lendingina, men ikki var hugsandi at komast á land”, og so svóru teir ein dýran eið uppá, at teir skuldu ikki aftur royna at koma á Trøllanes, fyrr enn teir høvdu lagt undir seg allar Føroyar. Tá svaraðu kunoyingar: “Høvdu tit komið tykkum um tangan, sum er við lendingina, so var sloppið”. Men tað var lygn, sum alt annað, sum kunoyingar høvdu sagt floksmonnum; høvdu teir farið longur, so høvdu teir sjólátist. Floksmenn sótu nú kvirrir í Kunoy, til tíðin nærkaðist, tá ið teir, sum avgjørt var, skuldu møta á Gøtueiði. Teir fóru tá eitt kvøldið av stað og stýrdu fyri Gøtunes. Sama kvøldið vóru vágsmenn á útróðrum; teir sóu bátin hjá floksmonnum og kendu hann á litinum, tí mánalýsi var, og flýddu tí sum skjótast inn á eina gjógv á vestaru síðuni á Borðoynni. Sjúrður hevði sæð bátin skiluliga, og í tí hann fór inn um gjáarkjaftin, bar Hálvdan Úlvsson eyga við hann. “Har fór ein bátur inn í gjónna”, segði hann. Men Sjúrður svaraði: “Tú sært altíð so nógv; sært tú ikki, at hatta er mánin, sum glampar á brimaldurnar við landið?” “Tað kann so at vera”, hugsaði Hálvdan við sær, og so róðu teir sín veg fram. Síðani hevur gjógvin verið kallað “Mánagjógv”. Nú er frá tí at siga, at teir, ið embætisvald høvdu í Føroyum, høvdu hoyrt um møtið tað, ið vera skuldi á Gøtueiði, og teir, sum floksmenn høvdu fingið í lið við sær á tinginum í Havn, vóru nú tiknir fastir og kundu tí ikki møta. Tann dagin, ið møtið skuldi vera, vóru saman komnir í Gøtu føroyingar úr øllum ættum, mong hundrað, til at taka hesar fýra floksmenn úr Norðoyggjum. Tá ið teir nú komu at landi á báti sínum, ið bræddur var í annað borð og hvítur í hitt, og sóu alla hesa mannamúgvu, og sóu, at teir vóru allir óvinir teirra, men sóu ongan vin, ongan av sínum monnum, tá vendu teir sum skjótast bátinum, og róðu burt úr Gøtu. Teimum datt í hug tað, sum kunoyingar høvdu sagt, at Svínoyar kirkja var seinast vígd, og tí tóku teir til at fara til Svínoyar. Teir løgdu at landi norðan fyri eiðið, drógu bátin, gingu um eiðið og oman á bøin, og so væl vóru teir tá hýrdir, at teir fóru at spæla sum smádreingir og blaka til máls við gróti (“skjóta verpur”). Men føroyingar mannaðu seg upp, vápnaðu seg sum best og fóru við nógvum bátum til Svínoyar at taka floksmenninar fastar. So er sagt, at um 70 bátar fylgdust hagar. Tá ið teir løgdu at landi undir Svínoyar-eiði, sóu teir bátin hjá floksmonnunum standa har, og fingu so at vita, at teir vóru í Svínoy. Teir steðgaðu tá og sendu fyrsta flokkin oman til at taka teir fýra menninar; men teir hildu tá uppat at spæla, tóku vápn síni og vardu seg menniliga. Tá ið føroyingar sóu tað, sendu teir straks annan flokkin ímóti teimum; men floksmenn tóku reystiliga ímóti, og óvist er, um teir ikki høvdu vunnið, høvdu ikki so nógvir verið ímóti teimum. Føroyingar sendu tá triðja flokkin oman, og í honum vóru nógvir sterkir og væl vápnaðir menn. Tá ið floksmenn sóu teir koma, mistu teir mótið og rýmdu undan at kirkjuni. Har løgdu teir vápn síni uttan fyri kirkjudyrnar, gingu síðani inn í kirkjuna og hildu seg nú vera úr øllum vanda. Men føroyingar vistu, at Svínoyar kirkja var óvígd: teir valdu tí sterkastu menninar burtur úr til at fara fyrst inn í kirkjuna og leggja hendur á floksmenn; teir vóru so tiknir fastir og bundnir. So var dómur fallin longu áður, at hesir fýra floksmenn úr Norðoyggjum skuldu vera omanstoyttir av hægstum Valaknúki í Skálabotni. Teir vóru tá fyrst førdir til Gøtu og vóru leiddir inn hjá bóndanum “niðri við Hús”. Tá ið dóttir bóndans sá Sjúrð bakbundnan og dømdan til deyða, græt hon og segði: “Eg síggi, tú kemur øðrvísi vorðin í dag, enn tú komst í dag ár síðani, tá ið tú barst upp bønarorð til mín”; hetta var júst dagurin, sum hon árið fyri hevði nevnt Sjúrði, tá ið hann bað um hana. Sjúrður græt og fekk valla talað fyri sorg og sút. Fangarnir fingu nakra tíð til at búgva seg til deyða. Hálvdan Úlvsson, Høgni Nev og Rógvi Skel settu seg tá til borðs, og gjørdu sær til góðar við skerpukjøti og alskyns góðum mati og drekka, men Sjúrður tók bønabókina at lesa í og bað Gud um at tilgeva sær sínar syndir. Tá ið føroyingar sóu tað, fingu teir enn meiri vælvild til Sjúrðar; teir hugsaðu um tað, at hann hevði móti vilja sínum verið noyddur til at vera floksmaður, og at hann hevði roynt at hindra so nógv ilt, sum í hans valdi stóð, og tí vildu teir geva honum lív og grið. Men Sjúrður kravdi at láta lív; “eg havi samtykt í tí illa, sum hinir hava gjørt”, segði hann, “tí vil eg fáa sama gjald sum teir, og um eg hevði sloppið leysur hesa ferð, so kundi eg komið til at gjørt ilt eina aðru ferð”. Floksmenninir vóru síðani førdir upp á hægsta Valaknúk, omanstoyttir haðani og grivnir niðriundir. Leiðir teirra síggjast enn í dag; leiðini hjá teimum trimum eru svørt og ljót, eyrur og grót, men leiðið, sum Sjúrður hvílir undir, tað er vakurt; altíð er tað prýtt við grønum grasi. Jógvan í Gerðum. Tað eru mong ættarlið, síðan Jógvan í Gerðum livdi. Hann var, sum sagt verður frá, ein ógvuliga mungin maður. Umframt ta ogn, hann hevði (tá í tíðini hoyrdi uppsalajørðin eisini til Gerða), vildi hann fegin hava Kvíingadal, sum tá hoyrdi til Árnafjørð. Ein dagin fór Jógvan burtur í haga saman við einum húskalli at hyggja eftir seyði. Frammanundan hevði hann grundað út ein tanka, sum eingin hevði grun um. Tá ið heim aftur skuldi farast, setti hann kósina móti Árnafirði, og við húskallin, ið við honum var, segði hann, at um hann skuldi koma at taka brókatøk við miðstovubóndan, so mátti húskallurin hjálpa sær. Komin til Árnafjarðar fóru teir inn til miðstovubóndans, har teir vóru væl fagnaðir við mati og drekka. Meðan teir sótu við borðið, komu bøndurnir báðir upp at klandrast, og endin varð, at teir fuku saman at berjast. Tað vóru útlit fyri, at miðstovubóndin fór at vinna; men so kom húskallur Jógvans sær uppí; hann tók í bein miðstovubóndans, so hann datt, og Jógvan var ikki seinur at drepa hann. So fekk Jógvan Kvíingadal. Men hetta var honum ikki nokk. Hann fekk gott eyga á Skálatoftir, sum um tað mundið var ein bygd við átta húsum. Íbúgvarnir við Skálatoftir vóru góðir jarðamenn og vælstandandi. Bóndin á Skálatoftum æt Símun og var skyldur við konu Jógvans. Ein dagin, Jógvan var burtur í haga, møtti hann Símuni og birti klandur við hann. Teir ruku saman, og Símun lá eftir, tá ið Jógvan leitaði heim aftur til húsar. - Hann segði konu síni frá, at Símun var deyður, og hon, sum grunaði, hvussu hann var deyður, svaraði bert: “Harrin eigi sál hansara.” Enn hevði Jógvan eftir sínum tykki ikki alt tað, hann ynskti. Hann átti ein skyldmann, ið hevði nógva ogn á Skarði. Hann vildi nú eisini ogna sær hesa jørð. Hann virkaði sær eina bjargalínu av ull (allar línur vóru í teirri tíðini virkaðar úr ull), men til miðjuna á hesi línu nýtti hann svídda høvdaull. Tá ið línan var liðug, fór hann við henni til Skarðs og læt skyldmannin fáa hana til gávu. Hann var væl fagnaður. Um línuna segði hann, uttan at hann fyri tað vildi rósa sær sjálvum, at hon var óføra sterk. Og hann hevði tí góðan hug at vera hjá, tá ið hon fyrstu ferð skuldi roynast. Tíðliga á morgni fóru menn avstað til bjargar. Og skyldmaðurin á Skarði var fyrsti maður niður við línuni um beltið; tá ið fýrt var til helvtar av línuni, slitnaði hon, har tann svídda høvdaullin var; hann datt oman og sló seg deyðan. Jógvan sýndist at taka sær hesa vanlukku ógvuliga nær. Men nú átti hann eisini ogn skyldmans, so tað var sorgina vert. Mikladalur. Mikladalur er tann næststørsta, av teimum fýra bygdunum á Kallsoynni. Hon er ein sera lítil bygd við einans 29 íbúgvum í 2014, og íbúgvatalið minkar. Hon liggur nær við vatnið, í einum dali. Bygdin Mikladalur er m.a. kend fyri sínar hegnismenn innan handverk, og eisini var tað her, at kópakonan kom á land og giftist mikladalsmanni. Best kenda søgnin úr Kalsoynni, er søgnin um Kópakonuna í Mikladali. Tað er ein tunnil frá Mikladali til Trøllanes, ið bleiv opnaður í 1985. Áðrenn tunnlarnar millum bygdirnar komu, kom ein bátur til Mikladals 3 ferðir um vikuna við posti, og alt bygdarfólki máttu oman á keiina at avheinta síni brøv, og hetta kundi verða ein stravin túrur fyri tey gomlu, tí at tað eru 144 trin uppi frá bygdini og oman har báturin legði at. Ferðasambandið í Kalsoynna batnaði munandi, tá ferjulegan á Syðradali varð tikin í nýtslu og "Sam" fór at røkja siglingina í oynna. Síðan tá er talið av ferðandi økt munandi, og nakað av ferðavinnuvirksemi hevur tikið seg upp í oynni. Í Mikladali er eisini ein vatnmylla, ið var sera nógvbrúkt at trekja korn fyrr í tíðini, áðrenn man byrjaðiat dyrka eplir. Vatnmyllan stendur í eini á, sumgongur gjøgnum Mikladal. Myllan verður nýtt átann hátt, at hon melur við streyminum frá ánni, og soverður kornið mælt í har. Mikladals kirkja. a> áðrenn hesa kirkjuna, men hon bleiv niðurtikin í 1855 av tí at hon var í so ringum standi til at umvælast og var ov lítil. 6. juli í 1855 er kirkjusýn í Mikladali, og har siga sýnsmennirnir, at kirkjan er í so ringum standi, at hon ikki kann umvælast, og harafturat er hon ov lítil. Teir ráða tí til, at kirkjan verður niðurtikin og nýggj bygd í staðin. Og av kirkjusýninum, sum verið hevur 12. juni 1860 sæst, at nýggj kirkja er bygd í 1859. Í 1909 skriva íbúgvarnir í Mikladali bræv til Færø Amt, har teygreiddu frá hvussu vánaligum standi kirkjan var í. Aftaná at kirkjuráði, amt ogpróstur høvdu havt drúgt brævaskifti, bleiv tað tó avgjørt, at umbyggja kirkjuna. Frá aldarskiftinum og fram til 1915 var kirkjan í sera ringum standi. Kirkjusýnini hesa tíðina hava nógvar viðmerkingar um, at so er. Aftaná drúgt brævaskifti millum krikjuráð, próst og amt, m.a. um peningaviðurskifti, verður tó avgjørt at fara undir umfatandi umbygging av kirkjuni. Í 1915 byrjar umbyggingin, so núverandi kirkja er bert lutvís nýggj. Veggirnir og skjøldrarnir vórðu munandi hækkaðir, jarntak kom á í staðin fyri tað gamla, sum var skifur; hon var klødd innan við viði, og uttan varð hon pussað. Fyrr vóru eingi vindeygu á norðaru síðu, men nú eru 4 størri og 1 minni á hvørjari síðu. Tornið er av timbri, klætt við jarni, og spírið er smíðað úr jarni við vimpli á. 15. desember í 1915 varð kirkjan so vígd av Fr. Petersen, prósti. Hjástaddir vóru, umframt bygdafólk, Absalon Joensen, sum eitt skifti var prestur í Norðoyggjum, amtmaðurin og sjefurin á danska sjóverjuskipinum "Beskytteren", sum kom norður við próstinum og amtmanninum. Í 2010 er stór umvæling aftur farin fram. Vindeyguni eru skift,múrurin gjørdur, og kirkjan málað. Tó eru tað ymsar ábøturið mangla. Kirkjan er tó væl brúkulig. Tað ganga í dag uml. 20-30 fólk í kirkju til vanligar kirkjugongd. Har eru 3 deknar og ein organistur. Orgulið er elektriskt. Standmyndin Kópakonan. Standmyndin, Kópakonan, bleiv 1. august 2014 avdúkað á Stórakneysa í Mikladali. Nógv fólk vóru komin til Mikladals at hyggja at løtuni, tá Olivur Joensen, ein av stigtakarnum, handaði Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, Kópakonuna. Skráin var rúgvismikil við tónleiki, dansi og sjónleiki. Stóra løtan var tá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum avdúkaði standmyndina. Fólk í hópatali høvdu lagt leiðina í Kalsoynna, fyri at síggja Kópakonuna í Mikladali; tað vóru eini 2000 fólk við til hátíðardagin, ið var væl fyrireikaður við bussum, sum koyrdu millum Syðradal og Mikladal. Løtan byrjaði við, at Ingibjørg Hansen sang, meðan Rani Nolsøe spældi undir. Eivør Pálsdóttir sang og Maiken Hansen hevði ljóðleikin Kópakonan. Klaksvíkar Dansifelag kvað part av kópakvæðnum og Klaksvíkar Sjónleikarafelag vísti leikin um Kópakonuna. Hans Pauli Olsen, listamaður, hevur gjørt standmyndina úr bronsu. Ein bólkur hevur í nøkur ár arbeitt miðvíst við standmyndini, sum Klaksvíkar kommuna nú eigur og hevur ábyrgdina av at viðlíkahalda. Á fíggjarætlanini Løgtingsins í 2014 vóru játtaðar 200.000 krónur til verkætlanina, sum varð goldin umvegis kontoina "Stuðul til mentan". Bæði Mentanarnevndin og Fíggjarnevndin hjá Klaksvíkar býráð tóku undir við uppskotinum. Kópakonan verður ein ferðafólkaattraktión, segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. Kópakonan. Søgnin um kópakonuna, gongur fyri seg í Mikladali, og man hon vera ein tann mest kendasøgnin í Føroyum. Fyrst sigur søgnin okkum, at kópar eru fólk, sum hava stoytt seg oman og hava forkomið sær í sjónum. Tá ið mikladalsdrongurin sær kópagenturnar dansa á helluni, hugsar hann als ikki um, at hann ger seg inn á nakran, hann tekur sær tað, hann vil hava. Hann sær, at hon er vøkur, og tí vil hann hava hana heim við sær til hús, hon skal vera kona hansara. Søgnin sigur frá, hvussu hon gremur seg og bønar og biðir um at sleppa aftur í havið, men har hjálpir ongin bøn, hon noyðist heim við dronginum ellar rættari: “hon fylgir honum eftir húðini, ið hann bar við sær.” og húðin verður síðan læst niður í eina kistu, og lykilin hevur maðurin altíð hjá sær. Frælsishugurin er har framvegis í kópakonuni, tú fært næstan varhuga av, at hon hevur roynt at finna fyrsta møguleika fyri at sleppa leys, og tá tað so gerst veruleiki ein dag, er hon skjót at sleppa sær avstað, tó ansar hon væl eftir, at børnini, hon eigur saman við mikladalsmanninum, ikki skulu koma til skaða, meðan tey eru einsamøll. Hon noyðist tí at gera eitt ræðuligt val, skal hon verða verandi eftir hjá manni og børnum sum ófræls og í kærleiksloysi, ella skal hon fara aftur í havið, har hon í grundini hoyrir heima. Kenslukuldin hjá mikladalsmanninum kemur enn einaferð fram, tá menn skulu fara á látur at sláa kobbar, og kópakonan vísir seg fyri honum í dreymi og biðir hann ikki drepa brimilin, tí tað er maður hennara og biðir hann eira tveimum hvølpum, tí tað eru synir teirra. Páll fangi og Jákup Urni

. Eitt gamalt orðatak livir enn frá teirri tíð, tá ið Páll fangi livdi. Longu tá hevur tað ivaleyst verið gamalt. Meðan Páll sat fastur í Havn, hevði ein, ið nevndist Jákup Urni til arbeiðis at passa upp teir fastsettu. Strong vóru korini fyri ein slíkan fangapassara. Søgn er, at hann, ið av gáaloysi læt ein fanga sleppa burtur, skuldi verða lívleysur. Einaferð, ið Jákup Urni kom inn við mati til Páls, tók Páll nakað av matinum og koyrdi tað í fikku sína, og síðani tók hann við allari megi Jákup niður á báðar akslar, so Jákup small í gólvið. Síðani tók Páll til dyrs og niðan í hagan. So skjótt sum Jákup kom aftur fyri seg, skundaði hann sær at siga frá, hvussu vorðið var; hann tók tá til orða: "Betri er lív at tróta enn leistrar". Maður fór tá av húsi at leita eftir Páli, sum nú var komin nakað niðan í hagan. Havnarbóndin beitti hundin eftir honum, tí í kapprenningini sýntist at dragna millum havnarmenn og Pál. Tá ið hundurin var komin tætt til Páls, tveitti Páll honum nakað av tí mati, hann hevði stungið til sín áður. Hundurin legðist at gnaga, og Páll kom undan í hesi syfti. Aðra ferð fekk bóndin beitt hund sín eftir Páli. Men Páll fekk hundin frá sær á sama hátt og slapp soleiðis hesa ferð bæði frá hundinum og havnarmonnum. Pætur og Dósi. Pætur og Dósi - báðir húsamenn - ferðaðust ofta saman. Soleiðis verður sagt, at teir báðir einaferð vóru saman í Mikladali. Dósi var leiddur av at bíða eftir felaga sínum og fór undan honum heimaftur. - Nú hetta verður sagt fyri Pæturi, svarar hann blídliga, at Dósi mundi nokk koma at bíða eftir honum kortini. Og hann skundaði sær ikki við at gera seg lidnan. - Tá ið hann umsíðir var liðugur við ørindi síni, fór hann til gongu. Komin niðan á Ennið, var Dósi har. Tað var honum ógjørligt at koma longri, hvussu hann enn royndi, áðrenn Pætur kom. Kambsrisin. Kambsrisin búði í Kaldbakshaga. Hann gjørdi seg einaferð til at fara í Norðuroyggjar. Av Gøtunestindi ætlaði hann at leypa yvir á Kalsoyargalv; annar fóturin kom á helluna vestan fyri Foringaklett við Galvsrætt, sporið eftir honum stendur har enn tann dag í dag og skal vera so stórt sum leggstaðið eftir einum seyð. So illa bar til, at hann var um at fara bakleiðis á sjógvin. Fyri at handa sær, tók hann í hvørjumegin fjallið oman fyri Galvin. Har er nú ein klettur, sum verður kallaður Risahøvdið. Men hvat hendi ikki! Kalsoyggin rivnaði, tá ið hann best hevði fingið hendurnar fyri seg - ein riva kom á hvørjumegin fjallið og gekk líka niður ígjøgnum og er blivin til tvær gjáir. Gjógvin eystanfyri kallast Nesgjógv, og hin vestanfyri verður nevnd Rættargrøv. Tá ið Kalsoyggin sveik og tók á at rivna, misti kambsrisin tak í hana, og hann fór eftir rygginum í Leirvíksfjørð. Andøvsíðan, ið gongur í útnyrðing fram við Kalsoynni, fekk tá fatur í hann og beindi fyri honum. Tað var missur í einum slíkum menni! Norðoyri. Norðoyri er ein bygd í Borðoy. Norðoyri varð fyrstu ferð nevnd í 1584. 1. januar 2011 var fólkatalið 87. Rasmus á Oyri. Rasmus bóndi á Oyri í Borðoy, sonur Guttorms í Múla (sum gitin er í øðrum søgnum), var avtaksmaður og ramur í gandi sum pápin. Einaferð sum hann ferðaðist í Eysturoynni, kom hann framvið, har sum tveir seyðatjóvar reiddu seyð “ímillum fjarða” (Skálafjarðar og Funningsfjarðar). Hann spurdi, hvat tað var, ið teir reiddu. “Fiskur,” søgdu teir. Tað var løgið, helt Rasmus: loðin fiskur í Eysturoy? Hann var ikki komin langan veg, tá sá hann teir koma eftir sær. Gamal var hann og gekk við putt og var tí ikki førur at halda undan. So setti hann seg niður í eina lág. Tá ið teir vóru komnir nakað fram at honum, segði hann við teir: “Bannaðir, eg mátti givið tykkum puttin í ryggin!” Tá stóðu teir fastir og sluppu ikki úr stað, fyrr enn Rasmus var undankomin - so mikið skuldi hann kunna. Seinni sá hann báðar aftur í Havn eitt summar. Tá vóru teir so bæriligir á at líta, høvdu hvítar hosur og spenniskógvar, tí teir vóru løgrættismenn. “Tit eru so prúðir í dag, sum síðst eg sá tykkum,” segði Rasmus. Tá smoknaðu teir burtur og fingu ikki talað. Janus Kamban. Janus Kamban (føddur 10. september 1913 í Tórshavn, † 2. mai 2009 í Tórshavn) var ein føroyskur myndahøggari. Janus Kamban stóð fyri nýbrotinum í føroyskari myndlist í 1930árunum. Eins og tey flestu føroysku myndlistafólkini av hesum ættarliði fór Janus til Keypmannahavnar, har hann árini 1932-35 og 1938-40 var næmingur á Kunstakademiets Billedhuggerskole hjá Ejnar Utzon-Frank professara. Eftir kríggið kom Janus aftur til Havnar, og her hevur hann síðani búð og virkað. Hann hevur av fullum huga tikið lut í menningini av myndlistini her á landi, og lagt rygg til mong tiltøk á hesum øki, millum annað sum nevndarlimur og formaður fyri Listafelag Føroya og leiðari fyri Listaskálan 1969-78. Yviri við Strond hevur hann sína rúmligu listaskemmu, haðani útsýnið er frítt yvir Nólsoyarfjørðin. Janus Kamban telist ímillum Føroya fremstu listafólk. Í list hansara ræður tann einfaldi greiði formurin og monumental virðilig spekt. Í fleiri standmyndum er seyðurin myndevni - nevnast kann millum annað "Tvílemba" 1955 í Listasavni Føroya. Grindahvalurin verður eisini viðgjørdur - í figurbólkinum m.a. Bólkur 1986. Standmyndir Janusar príða almenn tún og bygningar víða um í Føroyum. Á listasavninum eru m.a. bringumyndir av Hans A. Djurhuus skaldi 1936 og Vensili 1951. Onnur høvuðsverk eru "Móðurmálið" 1948, úr føroyskum gróti, uttan fyri Landsbókasavnið í Havn, og "Dansiringurin" 1956, úr bronsu, í Føroya Banka. Í prentlist síni, serliga linoskurði, mangan í fleiri litum, er havið, sjófuglurin og lívið við strondina eitt høvuðs myndevni. Eingin hevur sum Janus megnað at lýsa tær fullfíggjaðu linjurnar í tí lætta og tó sterka og smidliga føroyska bátinum. Janus Kamban hevur fingið fleiri heiðursmerki fyri list sína, og tikið lut í óteljandi framsýningum av føroyskari list uttanlands. Í 1993 skipaði Listasavn Føroya fyri stórari afturlítandi framsýning av myndhøggaralist og prentlist hansara - nú hann fylti 80 ár. Í 1995 gav Listasavni út bók eftir Gunnari Hoydal, rithøvunda og ummælara, um lív og verk Janusar. Trøllanes. Trøllanes er ein bygd í Kalsoy. Trøllanes er tann norðasta av fýra bygdum á Kalsoynni og liggur væl vard millum Nestindar og Borgarin, sum er tað norðara fjallið av teimum báðum. Trøllanes er næstnorðasta bygd í Føroyum. Tann norðasta bygdin í Føroyum er Viðareiði, sum liggur á Viðoynni. Frá Trøllanesi kanst tú ganga til vitan úti á Kallinum. Haðan kanst tú síggja norðastu Føroyar og hyggja út í havsbrúnna. Á Trøllanesi kanst tú eisini vitja Mikkjalssmiðju. Mikkjalssmiðja er í minsta lagi 200 ár – kanska 300 ár, so smiðjusiðvenjan hevur djúpar røtur í bygdini. Nakrir av bestu smiðunum í Føroyum upp ígjøgnum tíðina eru ættaðir av Trøllanesi og Mikladali, haðan fleiri mæt listafólk eisini eru ættað. Keldur. Heimsatlas, Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn 1993, 2. upplag 1994. Fuglafjørður. Fuglafjørður er ein býur og fjørður í Eysturoynni. Fuglafjørður liggur við fjørðin av sama navni, og hildið verður, at upprunin til navnið er antin kallkynsnavnorðið fuglur ella mansnavnið Fugli. Tað løgna er, at býurin eingi fuglabjørg eigur, men fyrr átti nógvur skrápur í Føroyum, og hann átti uppi á sløttum í urðum og líðum. Kanska hevur serliga nógvur skrápur og heiðafuglur átt í haganum uttan um Fuglafjørð. Er upprunin hinvegin eitt mansnavn, kann man hugsa sær, at Fugli var ein av niðursetumonnunum í bygdini. Í fjøruni á syðra armi á Fuglafirði er ein kelda, sum eitur Varmakelda. Vatnið, ið rennur úr henni, er eini 10 stig heitari enn í øðrum keldum. Tað hevur verið siður, at ungdómurin í grannabygdunum hittist her á jóansøku til dans og hugnaliga samveru. Gjøgnum tíðirnar eru mong giftarmál komin burtur úr hesum. Tá bygdastevnan Varmakelda er, hevur eisini verið fast at hava fólkafund og dans á staðnum, men í 2007 varð í staðin fólkafundur hildin uttan fyri Mentanarhúsið í bygdini. Í 1849 fluttu fólk úr Fuglafirði og settu seg niður á Hellunum, og í 1985 komu fyrstu húsini á Kambsdali, ið liggur 3 km sunnan fyri býin. Í dag búgva eini 200 fólk á Kambsdali. Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna eiga og reka í felag Ítróttar- og Samkomuhøllina á Kambsdali. Fuglafjørður er góð skipahavn, og tí er nógv virksemi har, ið hevur samband við fiskivinnuna, og mong skip hava havt heimstað á fjørðinum. Í 1964 var sildaverksmiðja sett á stovn, sum hevur ment seg nógv gjøgnum árini og er størsta arbeiðsplássið í býnum. Føroyar eru fiskivinnutjóð og í hesari vinnu fært tú allar tænastur í Fuglafirði. Fuglafjarðar Bókasavn heldur til í hugnaligu hølunum á gamla skúlanum frá 1882, mitt í bygdini. Fyri fáum árum síðani var eitt mentanarhús bygt í býnum, sum verður nógv nýtt til konsertir og onnur tiltøk. Landnám (800-1050). Fuglafjørður er ein gomul bygd, og verður mett at stava frá áleið 950 - 1050, sum er mett útfrá fornfrøðiligum útgrevstri í árinum 1958. Í útgrevstinum vóru funnin ein húsatoft við fjósi, og tá ið grivið var longur niður, komu fimm húsatoftir, sum vóru bygdar omaná hvørja aðra, har hvørt hús hevur verið avtofta eftir hvørt annað. Í 1965 var eisini ein útgrevstur á Kirkjuryggi, sum týddi á búseting við umleið somu datering. Tað er í hesum báðum útgrevstunum, at mett verður, at Fuglafjørður stavar frá víkingatíð. Miðøld (1050 - 1600). Fuglafjørður er eisini nevndur í Hundabrævinum, sum er ein lóg frá áleið 1350-1400, har tað er staðfest, at Fuglafjørður hevði loyvi at hava tveir hundar, sum var galdandi fyri flestu bygdir tá. Eisini er Fuglafjørður nevndur í Brævið um Tingfaratoll (Skipan um Tingfaratoll), sum stavar frá áleið 1400. Burtursæð frá hesum báðum skjølunum, er onki skriva um Fuglafjørð fyrr enn eftir trúbótina í 1540. Eins og aðrastaðni í Føroyum, hevur Fuglafjørður havt ónáðir av sjórænarum, sum rændu og drópu frá hond. Tá ið hetta stóð á, hildu Fuglfirðingar vakt á eingilskahúsi, og fjaldu seg uppi á Húsum, har ein húsaleivd enn stendur tann dag í dag. Býlingar. Í 1781 vóru fýra kendir býlingar. Hesir vóru við Gjógvará, við Garð, í Toftum og á Áargarði. Miðskeiðis í 1800 talinum komu síðan býlingarnir í Trøðni, á Bakkanum og á Høvdanum. Í 1940unum komu býlingarnir Vestur á Horni, Í Rossagerði og í Fløtugerði. í 1960unum og 70unum komu býlingarnir á Bjarnafløtum, í Toftabønum og Norðuri í Bø. Allir hesir býlingarnir vóru samanvoksnir, burtursæð frá Vesturi á Horn, sum fyrst í 2000 og inn í 2010ini eisini bleiv ein samanvaksin partur av restini, tá ið seinasti parturin av bønum niðanfyri býlingin bleiv útstykkjaður. Aftrat hesum býlingum, eru eisini Hellurnar, sum er niðursetubygd frá 1849 og Kambsdalur, sum somuleiðis eisini er niðursetubygd frá 1985. Handilslív. Handilin niðri í Støð byrjaði í 1887, tá ið Sámal Petur Petersen (Gamli Sámal Petur) av Miðgerði í Kollafirði kom til Fuglafjørð at reka handilin og fyritøkuna S. P. Petersen. Handilin var í tí húsinum, sum vit í dag kenna sum Piddasahandil. Í 1890unum hevði hann longu ognað sær fleiri fiskiskip og fiskastykkir, og í 1910 var virksemið økt somikið, at hann læt handilin útbyggja við einum goymslubygningi. Goymslubygningurin er tann parturin av Piddasahandli, sum vit kenna sum Ribarhús, og sum fekk eyknevnið eftir einum av skipunum hjá S. P. Petersen. Í 1920unum gekst fyritøkuni verri, og sum Gamli Sámal Petur hevði hug at gevast, tók elsti sonurin Piddi (Hann æt eisini Sámal Petur) yvir virksemið. Gjaldoyra í Fuglafirði, S. P. Petersens Eftf. Í Fuglafirði, eins og í Klaksvík, hevur man havt sítt egna privata gjaldoyra um sama mundi, í árunum 1929 - 1933. Í Fuglafirði var talan um pengar, knýttir at S. P. Petersen, meðan pengarnir í Klaksvík hoyrdu til J. F. Kjølbro. Annað gjaldoyra hevur eisini verið frammanundan í 1846, sum vóru pengar frá C. F. Simens. Í 1929 vóru pengar ein mangulvøra. Tað var ringt at fáa pengar frá bankunum og reiðaríð bíðaðu ofta leingi eftir útlendskum pengum. Haraftrat var tað eisini soleiðis í 1929, at arbeiðstakarar ofta keyptu vøru frá arbeiðsgevarunum. Hetta elvdi til eina kreditskipan, har arbeiðstakarar kundu skriva uppá fyritøkuna, og soleiðis keypa, uttan at hava reiðan pening. Hendan skipanin virkaði soleiðis, at fyritøkan bókaði á einari konto, og arbeiðstakarin hevði eina kontrabók, soleiðis at bæði fyritøka og arbeiðari kundu bókføra keypini, til tá ið hesi skuldu gerast upp. Hendan loysnin riggaði tó ikki so væl sum ætlað, tí stundum passaðu tølini ikki millum bókingarnar hjá fyritøkuni og bókingarnar hjá fólkinum, og tað var m.a. av hesi orsøk, at fyritøkan S.P. Petersen fór undir at framleiða privatar pengar, sum kundu brúkast sum valuta í fyritøkuni og harvið avloysa kreditskipanina. Pengarnir hjá S. P. Petersen vóru úr messing og framleiddir í Spania av einari fyritøku, sum gjørdi myntir til spæliautomatir. Teir vóru blankir á aðrari síðuni, meðan tekstur var graveraður á hinari, og vóru myntirnir í ymiskum støddum og skapum. Hetta (graveringin) varð gjørt, fyri betri at kunna skyna mun á pengunum hjá gomlum og blindum og brúkarum annars. Í 1933 vóru pengarnir burturbeindir av donskum mynduleikum, eftir kravi frá danska nationalbankanum. Mentan. Fuglafjørður er karmur um eitt ríkt mentanarlív. Søguliga hevur tað verið nógvur tónleikur í býnum, við kórtónleiki, hornorkestri, tónleikabólkum og nógvum tónaskaldum. Í Piddasahandli er heimavirki, har fólk úr økinum lata inn handgjørda vøru, sum kann keypast í handlinum. Í sama bygningi er Gallarí Ribarhús, sum er ein listaskáli, har listaframsýningar stundum verða hildnar av bæði fólki úr bygdini og fólki aðrastaðni frá. Á Varmakeldu verður hvørt ár skipað fyri listaframsýning í skúlanum og í Gallarí Ribarhús. Fuglafjarðar Kvøldskúli er virkin alt árið, og fevnir um áleið 50 ymisk kvøldskúlatilboð, sum borgarar kunnu melda seg til. Bindifestivalurin er eitt afturvendandi tiltak, sum í høvuðsheitum fevnir um binding og annað handarbeiði. Á festivalinum eru fyrilestrar, pallborðsfundir, skipaðir gongutúrar, bindiverkstovur, hekliverkstovur, við meira. Festivalurin er kendur uttanlands og dregur árliga eina rúgvu av ferðafólki til Fuglafjørð. Eisini er nógvur ítróttur í býnum, ið fevnir um kappróður, flogbólt, fótbólt, svimjing, badminton, skótar, bridge, dart og billiard. Andaliga lívið hevur góð kor, og fevnir um fólkakirkjuna, Thabor og Siloa. Umframt at hava vanligu møtini og guðstænasturnar, verður javnan skipað fyri útimøti í bygdini og útiguðstænastu í miðstaðarlundini, niðanfyri kirkjuna. Í býnum eru fleiri listaverk, sum fevna um eina standmynd av Victor Danielsen, ein minnisvarða fyri sjólatin, sum stendur í kirkjugarðinum, eitt listaverk, sum kallast Portrið til heimin, sum fevnir um fimm standmyndir av Marmennlum o.ø. á grótkastinum sunnanfyri bátahylin og eitt listaverk av Frits Johannesen, sum prýðir niðaru síðu av Mentanarhúsinum, umframt fleiri smærri verk aðrastaðni á bygninginum. Í gamla svimjihylinum eru ymisk listaverk úr betongi, sum borgarar hava gjørt, og ein trappa er mála við ælabogalitum. Fuglafjarðar Skúli. Fyrsti skúli í Fuglafirði var úti í Beiti við Garð, og kom eftir kommunulógina í 1872. Í 1882 var skúlin fluttur í gróthúsini á bugnum, har ið bókasavn er í dag, og har kunningarstova eisini hevur verið í fleiri ár. Hesin skúlin hevði skúlastovu í øðrum endanum, og læraraíbúð í hinum endanum. í 1917 varð skúlin fluttur í Høgnahúsini, men var aftur fluttur í gróthúsini í 1923, tá ið læraraíbúðin eisini bleiv gjørd til skúlastovu. Í 1936 varð nýggjur skúli bygdur á Skarðsryggi, og í 1966 varð hesin útbygdur við einum nýggjum tilbygningi, sum eisini hevði svimjihyl, serstovur og fimleikahøll. Síðan 1972 hevur eitt skúlasamband verið við Gøtu og Leirvíkar kommunu (nú Eysturkommunu), har næmingar frá 8.-10. flokk ganga á skúla í Fuglafirði. Í 2005 varð nýggjur tilbygningur tikin í nýtslu, við nýggjari alis- og evnafrøðistovu, lívfrøðistovu, smíðstovu, smiðu og motorlærustovu, handarbeiðarstovu og bókasavni. Í 2019 varð skúlabygningurin frá 1936 niðurtikin, fyri at geva pláss fyri nýggjum skúla. Hesin skúlin hevur verið í gerð frá 2019 til 2020, og verður væntandi tikin í nýtslu í 2021. Fuglafjarðar Skúli hýsir hvørt ár einum stórum kvøldskúla, við nógvum kvøldskúlatilboðum. Eisini heldur musikskúlin til í skúlanum. Fuglafjarðar Kirkja. Í Fuglafirði sigst at hava staðið 5 kirkjur. Tann elsta kirkjan hevur staðið á Kirkjuryggi, har húsatoftir, fjalar og beinagrindir eru funnar í samband við vegabygging norður á Ennið. Sambært søgnini skal kirkja hava staðið har, sum staðarnavnið eisini ber brá av. Søgnin sigur, at hendan kirkjan varð tikin av einum skriðulopi. Skrivligt tilfar finst ikki um kirkjuna, men søgnin er borin av mannamunni. Hóast hústoftir, brettir og beinagrindir undirbyggja søgnina, halda summi søgnina verða ósanna. Seinna kirkjan er frá katólskari tíð, hevur staðið í Toftabønum, og kallaðist Jákups-kirkjan (ca. 1400). Triðja kirkjan hevur staðið við Garð, har sum tann gamli kirkjugarðurin í dag stendur. Vit vita ikki nær hendan kirkjan er bygd, men hon verður tó umrødd í donskum skriftum frá 1709, har hon er nágreiniliga lýst. Kirkjan varð niðurtikin í 1871, tá ið nýggj kirkja bleiv bygd. Fjórða kirkjan (1871) stóð áleið á sama staði, sum kirkjan í dag stendur. Tá hon varð bygd, blivu fleiri lutir úr tí gomlu kirkjuni tiknir yvir í tí nýggju kirkjuna. Kirkjan bleiv longd í 1945 við nýggjum torni, og longdum kirkjuskipi. Fimta kirkja er tann kirkjan, sum vit kenna í dag. Hon varð tekna av danska arkitektinum Holger Jensen og vígd tann 10-06-1984 av Ejvind Vilhelm, varabiskupi. Arbeiðið við at fáa nýggja kirkju varð ført av sóknarpreti Torkil Beder við kirkjuráði. Arbeiði við at fáa kirkjuna bygda, elvdi til nógva ósemju millum borgararnar, har undirskriftainnsavning varð fyriskipa, til at varðveita hina gomlu kirkjuna. Arkitekturin fekk fyrispurning um at gera eitt uppskot um at broyta kirkjuna, men eftir at hava verið í Føroyum og hugt at kirkjuni, beyð hann sær frá arbeiðinum, tí hann ikki metti, at kirkjan kundi byggjast út á ein haldgdóðan hátt, og vildi tískil ikki leggja navn til. Hann bleiv tí biðin um at gera uppskot til nýggja kirkju, sum kom longu sama árið. Fuglafjarðar Prestagjald varð stovnsett í 1928, og fevndi um bygdirnar Fuglafjørð, Leirvík, Gøturnar, Hellurnar, Oyndafjørð, Elduvík, Funningsfjørð, Funning og Gjógv. Áðrenn prestagjaldið varð stovnsett, var Fuglafjørður partur av einum felags prestagjaldi fyri alla Eysturoynna, sum hevði sæti á Nesi. Prestagarðurin er bygdur á Mørkini í 1932. Thabor. Thabor er missiónshúsið í Fuglafirði hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum. Navnið er bíbliskt staðarnavn, og kemur frá einum fjalli góðar 20 km frá Gallilea. Heimamissiónin hevur havt samkomuhús í Fuglafirði síðan 1924, tá ið samkomuhúsið Thabor bleiv bygt. Í tíðini, tá ið Fuglafjarðar Kirkja bleiv bygd, var kirkjulig guðstænasta hildin í Thabor. Siloa. Siloa er møtisalurin hjá Brøðrasamkomuni í Fuglafirði. Navnið er bíbilskt staðarnavn, og kemur av einari keldu í Jerusalem. Brøðrasamkoman fekk síni fyrstu samkomuhús í Fuglafirði í 1924, tá ið gamla Siloa bleiv bygt. Samkomuhúsið bleiv bygt av hjúnunum Oluffu og Peturi Bærendsen, og vóru í fyrstanini partvís sethús og partvís møtisalur. Dánjalsmiðið. Dánial úr Fuglafirði hevði framt lógarbrot, og var dómdur til deyða. Hann flýddi úr Føroyum og ætlaði sær til Íslands. Hann róði avstað við trimum dreingjum og teir høvdu snøri við. Norðanfyri Kalsoynna síggja teir ein bak sita á sjónum, og Dánial biður dreingirnar seta snøri har. Teir fangaðu fullan bát av fiski, og róðu aftur á land við fiskinum. Hungursneyð var í Føroyum tá, og stóri fongsturin hoyrdist um landið, og hoyrdist eisini av embætismonnunum í Havn. Teir vildu hava Dánial at fortelja hvar hann hevði fingið allan fiskin, og hann setti sum treyt, at hann skuldi blíva fríðkendur - annars segði hann teimum tað ikki. Tá lovaði løgmaður honum grið í Føroyum, og Dánial vísti teimum miðið. Fiskurin á miðinum var so nógvur, at hungursneyðin endaði á landi. Miðið hevur síðan verið kallað Dánjalsmiðið. Gullbrandshellið. Sagt er frá jarðarstríði millum oyndfjarðarbóndan Oyndra, og Gullbrand, sum var bóndi í Fuglafirði. Ein dagin vóru báðir og róku seyð. Tá sær oyndfjarðarbóndin Gullbrand binda nakrar av sínum seyðum úr, sum vóru farnir um  mark. Bóndin hevnir seg, stingur Gullbrand í hel við stavinum og leggur líkið hjá úrbundna seyðinum á rættargarðinum. Seinni biður oyndfjarðarbóndin synir sínar fara eftir úrbundna seyðinum og lata frammorreyða veðrin liggja eftir. Gullbrandur var í morreyðum koti. Synirnir bóru líkið niðan í Gullbrandshellið og haðani niðan undir Skarðið, har teir jarðaðu tað við eina hellu, sum verður rópt Gullbrandsleiðið. Bótin fyri dráp Gullbrands var hagaparturin hjá Oyndra í Skarðshaga, sum gongur til Laksá, har hagamarkið enn er tann dag í dag. Hulduheyggjar. Omanfrá Skarðinum, móti Hellunum, vestanfyri varðagøtuna, eru hulduheyggjarnir. Í gomlum døgum, tá ið fólk skóru torv í økinum, ansaðu tey væl eftir at verða á góðum føti við huldufólkið, sum búi í heyggjunum. Sagt er frá jarðarmóðir úr Dalbøi, sum hjálpti einari huldukvinnu, sum var komin í barnsburðarneyð. Sagt er, at hon varð heintað av einum huldumanni, sum bant henni fyri eyguni, og førdi hana niðanum Skarið og inn í hulduheygin til huldukonuna. Huldufólkið lønaðu henni væl fyri gerningin, og hildið var, at ríkidømi á Dalbøi skuldi stava frá huldufólkunum. Malunarhav. Malunarhav er ein steinur, sum liggur í bønum áveg niðan á Skarð. Søgnin sigur frá um neytakonuna Maluna, sum var við barn, og sum hinar neytakonurnar flentu at, tí hon ikki kláraði at fylgja við teimum. Tá lyfti Malan havið, sum vigar 176 kg. Markið millum Fuglafjørð og Norðagøtu. Einaferð var stríð millum Fuglafjørð og Norðagøtu, um hvar hagamarkið millum bygdirnar var. Gøtuskurðar søgdu at markið gekk við Innaru Markrá, meðan Fuglfirðingar søgdu tað verða Uttaru Markrá. Ein dagin, meðan stríðið stóð á, kom ein reki at liggja við markið og hetta gjørdi stríðið enn heitari. Lógarvaldið kom nú uppí, og avgjørdi, at Uttara Marká skuldi hoyra til Fuglafjørð, og at rekin skuldi klyvjast, so at hvør bygd fekk hvør sína helvt. Tær horvnu genturnar. Í seinni helvt av 1800 fóru tvær gentur avstað úr Leirvík til Eiðis at verða í tvær vikur. Tann yngra, Henrietta, var úr Leirvík og tann eldra, Marisanna, var av Eiði, men tænti í Leirvík, har hon eisini var trúðlovað. Á ferðini hevði Marsanna eina vakra og prýdda eskju, har hon hevði hespur og annað í, sum hon skuldi brúka til at gera sær klæðir úr, meðan hon var á Eiði. Tær fóru eftir leirvíkslíð, á síðuni har gamli Leirvíksvegurin gongur, og skuldu ganga leiðina gjøgnum Fuglafjørð, Oyndafjørð, Elduvík og síðani sigla yvir til Funnings, har tær síðan skuldu ganga um Eiðisskarð. Tvær vikur gingu, og nú var grind í Sundunum, og fólk fór í grind úr bæði Leirvík og av Eiði. Tá spurdu Leirvíkingar eftir gentunum, og nær tær fóru at koma aftur, men Eiðisfólk vóru bilsin, tí at genturnar vóru ongantíð framkomnar. Í øllum norðara parti av Eysturoynni fóru fólk at leita, men genturnar vóru ikki at finna. Tó funnu Leirvíkingar hespur og annað á Varmakeldu, sum Marsanna hevði havt við sær á ferðini. Seinni fann ein útróðrarbátur lokið av eskjuni norðuri á Funningsfirði. Genturnar vóru ongantíð funnar aftur, men hildið var, at Hetlendingar møguliga kundu havt tikið tær, tí at sama morgun sum tær fóru, lógu tvey hetlendsk skip á Fuglafirði, har bátur var sæddur úr Fuglafirði rógva í land við Varmakeldu. Á helluni lá eisini bátshaki, sum bendi á, at teir høvdu verið á landi. Gitingar hava tí verið um, at Hetlendingar tóku genturnar, meðan aðrar gitingar hava verið, at genturnar eru dotnar og farnar á sjógv. Trøllasteinur. Trøllasteinur var ein steinur, sum stóð við endan Bøvegi, millum húsini hjá Ellindi Abrahamsen og Johan Elendersen. Søgnin sigur, at einaferð kom eitt trøll inn í bóndahúsini í Toftum, sum var so stórt, at høvdið takk uppundir tróðrið í roykstovuni. Trøllið bað fólkið í húsunum fara úr húsunum, tí at okkurt fór at henda. Fólkið so gjørdi, og fór aftaná trøllinum, sum hvarv inn í Trøllastein. Eftir hetta leyp Skarðsá, sum tók bóndahúsini við sær. Síðan hesa hendingina, er fólk flutt úr Toftum, til Garðs, og síðan í Toftir aftur. Eftir at tey eru farin at búsetast aftur í Toftum, hevur Skarðsá lopið fleiri ferðir, sum hevur verið til nógvan materiellan skaða. Varmakelda. Varmakelda sigst at hava lekjandi megi, sum hevur verið vælkent aftur til katólska tíð. Náttina 3. - 4. juli er megin sterkast. Siður hevur verið at vitja kelduna hesa náttina, drekka úr henni og at bera vatn við heim til fólk, sum liggja sjúk. Vágur. Vágur (danskt heiti Våg) er størsta bygd og næststørsta kommunan í Suðuroy í Føroyum og hevur umleið 1330 íbúgvar. Vágur liggur kring Vágsfjørð. Eitt vatn, Vatnið, er vestanfyri býin, har er gjørd ein gongugøta rundan um Vatnið, og longri vesturi er Vágseiði. Sunnanfyri Vág eru Eggjarnar, har útsýni er heilt suður til Beinisvørð. Norðanfyri Vág i ein útnyrðing er Fámara og eitt sindur longri norðuri er vatnorkuverkið Í Botni, sum fær vatn frá vøtnunum Ryskivatni, Miðvatni, frá Vatninum í Tindalíð og Vatnsnesi. Ein viðarlund er omanfyri bygdina og ein onnur er nú eisini Á Sandinum í Vági. Í Vági er fólkaskúli, Vágs Skúli, til børn frá fyrsta til 10. flokk. Fleiri søvn eru í Vági. Fjølbroytt vinnulív er eisini í Vági, mest innan fiskivinnu og alivinnu, og hevur ein peningastovnur, Suðuroyar Sparikassi, høvuðssæti í Vági. Søga. Minnisvarði á Fløtuni Fríðu til minnis um at Royndin Fríða, Føroya fyrsta skip, varð bygd her. Tóri Nattestad gjørdi minnisvarðan. Páls Høll varð alment tikin í nýtslu 17. oktober 2015. Vinnulív. Fiskavirkir og alivirki eru á kaiini mitt í býnum, nevnast kunnu Faroe Farming, sum er eitt fiskavirkið ið arbeiðir við aldum laksi. Løðhamar Seafood er eitt av fiskavirkjunum á kaiini, tað felagið eigur fleiri línuskip. Eitt virki er sum ger tangar og ymiskt annað, tað eitur Tangavirkið og varð stovnað av Palla Mortensen, eisini nevndur Argja Palli, síðan rak sonurin Bent virkið og í dag er tað abbasonur Argjapalla, Mortan Mortensen, ið rekur virkið. Ein skipasmiðja er í Vági, Vágs Skipasmiðja, Gudmund Jacobsen er stjóri, teir arbeiða mest við at umvæla træskip men eisini onnur skip. Eitt trollemmavirki og ein timburhandil eru yviri á Oyrunum, sum er á syðru síðu av fjørðinum. Lemmavirkið eitur Rock, Hans í Líðini er stjóri har. Timburhandilin eitur Vágs Timburhandil, tað eru brøðurnir Helgi og Sølvi Kristiansen ið reka handilin. Fleiri smærri smápartafeløg eru við handverkarum og reiðarar eru eisini fleiri. Harumframt eru fleiri handlar í býnum, nevnast kunnu eitt nú Torgið, sum er ein handilsmiðdepil mitt í býnum, har er ein matvøruhandil, kiosk og aðrir handlar. Vesturi á Gørðunum er handilin hjá DJ Vilhelm, matvøruhandil er niðri undir og møblahandil er á ovaru hæddini. Ítróttur. Royndin Fríða er eitt 5-mannafar hjá Vágs Kappróðrarfelag. Í Vági er fjølbroytt ítróttarlív, serliga svimjing, fótbóltur, hondbóltur og kappróður umframt at fólk spæla bridge og sjavs. Vágs Bóltfelag varð sett á stovn 5. juni 1905, tað var serliga fót- og hondbóltur ið felagið luttók í. Hondbólturin í Vági brúkar enn navnið VB, men fótbóltsfelagið eitur nú FC Suðuroy, navnabroytingin fór fram 1. januar 2010, áðrenn tað nevndist fótbóltsfelagið í nøkur 1995 Sumba/VB og frá 2005 til 2009 VB/Sumba. Kappróðrarfelagið í Vági eitur Vágs Kappróðrarfelag, tað varð sett á stovn í juli 1943, kappróðrarneystið í Líðini var bygt í 1955. 50-metra svimjihylur. Í 2010-11 varð nógv tosað um at gera ein langhyl, sum skuldi vera 50 metrar langur yviri á Oyrunum í Vági, soleiðis at avlopshitin frá SEV verkinum, sum annars bara rennur út á sjógv, kundi nýtast til at hita hylin við, og soleiðis kundi svimjihylurin vera sera bíligur at upphita. Ætlanin var, at hylurin skuldi vera liðugur áðrenn OL í London 2012, tí vágbingurin Pál skuldi svimja til OL, og so kundi hann sleppa at venja í langhyli í heimbygdini. Ætlanin var sjálvandi ikki bert at byggja hylin til Pál Joensen men eisini til allir svimjarnar hjá Susvim og svimjarar úr øllum Føroyum. Harumframt var ætlanin at gera eina grøna multihøll, soleiðis at svimjihylurin ikki bert skuldi nýtast av elitusvimjarum men eisini kundi vera eitt tilboð til barnafamiljur og til sjúklingar ið høvdu tørv á endurvenjing. Nógv ymisk hugskot vóru til, hvat ið høllin kundi brúkast til. Stigtakarnir savnaðu inn pening frá privatum stuðlum og fingu eisini játtað stuðul frá landinum, harafturat vóru stuðulslán sett á stovn í Suðuroyar Sparikassa, hesi vóru nevnd Pál-lán. Fólk ið taka eitt Pál-lán á 9.600 krónur stuðla erkætlanini við 9000 krónum, ongin renta var á láninum, bara eitt avgreiðslulán á 600 krónur. Afturfyri at taka lánið fær alt húskið hjá lántakaranum loyvið at nýta allar hentleikar í svimjihøllini ókeypis í fýra ár. Langhylurin í ger í mai 2013, SEV-verkið sæst høgrumegin. Grøna multihøllin á Oyrunum bleiv ikki bygd áðrenn OL í 2012 sum upprunaliga ætlað, og eftir OL flutti Pál Joensen niður til Danmarkar at búgva. Ætlanin bleiv tó ikki slept, og í november 2012 kom gongd á byggingina. Hin 16. desember 2013 varð bygningurin reistur, seinastu sperrurnar vóru lagdar á norður síðuni, og tak-elementini vóru longu løgd á suður síðuni. Í januar 2014 varð tak lagt á svimjihøllina, í februar 2014 vóru rør løgd í og botnurin varð stoyptur, og í mars 2014 varð hylurin settur upp. Væntandi verður grøna multihøllin latin upp fyri almennari svimjing í 2015. Langhylurin er 50 metrar langur og hevur seks geilir. Harafturat er ein barnahylur sum er 4x6 metar og 40 cm djúpur, hesin er ætlaður smærri børnum. Í síðubygninginum til svimjihøllina verður vælverudepil við heitum og køldum pottum, og við gos-baði og sauna, umframt at eitt rúm verður, har tilber at fáa massagu. Umklæðingarrúm og forhøll verður eisini í síðubygninginum, sum harumframt eisini húsar kantinuni, sum er umleið 130 m2 til støddar. Svimjihøllin er sjálvsagt bygd soleiðis at tey, ið bera brek, sita í rullustóli ella eru illa gongd, lætt fáa brúkt hentleikarnir í svimjihøllini. Trúarlív. Í Vági er kirkja og meinigheitshús, Brøðrasamkoman hevur samkomuhúsið (salin) Bethel, Frelsunarherðurin hevur sín egna møtisal og harafturat er samkomuhúsið Zion. Kirkjan í Vági. Í 1927 legði Jákup Dahl, próvstur, grundarsteinin, men kirkjan var ikki liðugt bygd og vígd fyrr enn 19. februar 1939. Sofus Johan Hofgaard, arkitektur av Tvøroyri, hevur teknað Vágs kirkju. Kirkjan undan hesi, var tann sum í dag stendur í Hovi. Hon varð bygd á Kirkjukletti 1853, tað er har sum gamli kirkjugarðurin er, beint við prestagarðin í Vági, men næstan heilt niðri í mølini. Tað var vanligt fyrr, at fólk lovaðu olmussu til Vágs Kirkju, antin tí fólk vóru bjargaði úr neyð ella av øðrum orsøkum. Ein múgvandi einkja í Noregi, sum hevði mist mann sín á sjónum, gav eina kirkju í olmussu. Hon læt allan stórviðin gera til, bant hann saman og slepti honum út á sjógv, og hon legði tað lyftið á, at har sum henda kirkja rak á landi, har skuldu tey eiga hana. Kirkjan rak til Føroya. Kirkjan kom so rekandi inn á Vágsfjørð, og rak sjálv á land á tí staði, sum síðan kallast á Kirkjukletti. Vágs skúli. 1. apríl 1951 varð nýggjur skúli vígdur í Vági. Bókasavn og svimjihylur eru í Vágs Skúla. Áðrenn tað gingu børnini í Vági í skúla í tí bygninginum, sum nú verður róptur Gamli Skúli, nú er Ruth Smith Savnið á ovaru hæddini í Gamla Skúla. Skúlin sum var vígdur í 1951 varð útbygdur seinast í 1970'unum og svimjihylur varð eisini bygdur. Svimjihylurin var tikin í nýtslu í 1980 og er 25 metrar langur. Elverkið í Botni. "Høvuðsgrein: Elektrisitetsverkið í Botni" Elektrisitetsverkið í Botni varð bygt í 1921 og var tað fyrsta av sínum slag í Føroyum. Elverkið í Botni var tað fyrsta vatnorkuverk í Føroyum. Arbeiði byrjaði seint í 1919, og tað gekk skjótt fyri seg. Anlægskompagniet úr Bergen stóð fyri arbeiðnum við Haakon Blaauw á odda. Nærum alt tilfarið var flutt til Botn frá Eiðinum í Vági. Rørini vóru sleipað av Eiðinum og norður um Gjógvaráfjall. Segldúkur varð settur fyri endarnar. Skinnarar vóru lagdir niðan gjøgnum hagan við einum spæli í erva. Sjálv støðin varð bygd niðri í Botni, har vóru settar upp tvær turbinur á 400 HK hvør. Tær koyrdu 1000 snúningar um minuttin og vóru mettar at geva 400 HK við eini fallhædd uppá 206 metrar. Vatnið til elektrisitetsverkið í Botni kom frá trimum vøtnum: Ryskivatn, sum er 0,1 kvm og 241 m yvir havinum, Miðvatn, sum er umleið 0,09 kvm og er 343 m yvir havinum og Vatnið í Tindalíð, sum eisini verður rópt Ovastavatn, tað er umleið 0,04 kvm og 361 m yvir havinum. Byrging var bygd við Ryskivatn, hon var 2 m høg men kundi lættliga hækkast. Tey fyrstu árini gav elverkið í Botni bara streym til Vágsbygd, men í 1928 fekk Tvøroyri eisini streym. Lopra fekk elektrisitet í 1935, tá Gudmund Mortensen av Tvøroyri, sum átti hvalastøðina í Lopra, sendi umsókn um at fáa elektrisitet til hvalastøðina. Nakrir týskir verkfrøðingar høvdu leigað hvalastøðina frá honum. Sóknarstýrið í Vági játtaði umsóknini og sostatt fekk Lopra elektrisitet í 1935. Porkeri fekk elektrisitet í 1953. Hinar bygdirnar í Suðuroy fingu háspenningslinjur lagdar í 1958 og frameftir, tær bygdirnar vóru: Sumba, Víkarbyrgi, Akrar, Hov, Fámjin, Hvalba og Sandvík. Tó fingu Hvalbingar sítt egna motorelektrisitetverk í nakað fyrr, tað lýsti fyri fyrstu ferð á jólum 1951. Tráðbanin. Tráðbanin varð gjørdur í 1906, so vágbingar kundu draga bát úr Múlagjógv heim til neystini. Tráðbanin lætti munandi um hjá útróðrarmonnum, sum róðu út frá Eiðinum í Vági. Hesin fyrsti tráðbanin varð nýttur til 1930,tá ein nýggjur elekstriskur tráðbani varð tikin í nýtslu. Tráðbanin var lutvíst fíggjaður við brúksgjaldi og so figgjaði kommunan restina. Hvørja ferð ein bátur var flotaður, so skuldu 40 oyru latast til Eiðiskassan. Um tað mundi, tá vágbingar fingu tráðbanan, róðu 22 bátar út av Eiðinum. Vestmanna. Vestmanna er ein bygd í Føroyum, sum liggur á vestursíðuni av Streymoynni. Vestmanna er eisini ein kommuna. Alt sambandið millum Vágar, og floghavnina í Vágum, og restina av Føroyum gekk fyrr um Vestmanna. Áðrenn undirsjóvartunnilin til Vágarnar kom, var atløgubryggjan í Vestmanna brúkt til ferðasambandi sjóvegis millum Streymoynna og Vágarnar. Í Vestmanna er Fiskivinnuskúli, SEV verk, handlar, matstova, og mangt annað. Í fólkaskúlanum ganga yvir 200 næmingar. Umframt fólkaskúlan er fiskivinnuskúli í bygdini (Føroya Yrkisskúli fyri Fiskiídnað og Havbúnað), Fiskivinnuskúlin kom í 1987, hann er ein gymnasialur skúli, tvs. at næmingarnir sum ganga har fáa eina miðnámsskúla útbúgving. Á fiskivinnuskúlanum ganga vanliga millum 30 og 40 næmingar. Fiskivinnuskúlin flutti inn í nýggj hølir niðri á bryggjuni í mars 2009. Skúlin er har sum gamla ferjulegan í Vestmanna var fyrr. Búskapur. Til bygdina hoyra fimm størri fiskifør og nøkur fiskifør undir 20 skrásett bruttotons. Á fjørðinum eru tvær alistøðir og á landi eru tvey flakavirki, harav annað í stóran mun er sláturvirki, sum tekur ímóti og hagreiðir alifisk. Í bygdini er ein útflutningsfyritøka, eitt plastvirki (Vest Pack), skipasmiðja, oljugoymsla, fleiri fyritøkur í byggivinnuni, bilverkstøð og aðrar tænastu- og ídnaðarfyritøkur, umframt stóra vatnorkuverkið hjá SEV. Grundvøllurin undir landsumfatandi felagskommunala elfelagið varð í síni tíð lagdur í Vestmanna. Áhugaverd støð. Har er banki og sparikassi, gistingarhús, samkomuhús, ítróttarhøll, kirkja, prestur og prestagarður, kommunulækni og læknaviðtaluhøli, eldrasambýli, dagtilhald fyri eldri, undirhús, ungmannafelag, sangkór, bridgefelag og talvfelag. Í skúlanum er innbygdur svimjihylur, sum er bygdur í 1950. Í Vestmanna er ferjulega og ferðafólkafarstøð. Áðrenn undirsvjóvartunnilin millum Streymoy og Vágar varð liðugur, var Vestmanna miðdepilin fyri ferðasamband til Vágarnar og flogvøllin. Bilferjur sigldu millum Vestmanna og Oyragjógv á Vágoynni fleiri ferðir dagliga. Onkuntíð vóru tað tvey ferðamannskip sum pendlaðu aftur og fram allan dagin, tí tørvurin var so stórur at flyta fólk millum flogvøllin og Streymoynna. Eitt av ferðamannskipunum í Vestmanna var Sam, sum nú røkir farleiðina millum Kalsoynna og Klaksvík. Ferðavinna. Seinastu árini hevur Vestmanna ment seg nógv sum ferðavinnubýur. Vestmannabjørgini eru væl vitjað ferðavinnumál hvørt summar. Tað eru tvær fyritøkur, sum bjóða túrar til Vestmannabjørgini: "Sjóferðir" sum "Skúvadal spf". eigur og rekur og "Vestmannabjørgini spf". hjá "Palla Lamhauge" (eisini nevnt Sightseeing.fo). Kamping er omanfyri bygdina og møguleiki fyri at fiska har eru eisini til staðar. Einasta savn í Føroyum við voksdukkum, Søgusavnið í Vestmanna, er at finna í Vestmanna. Savnið læt upp í 2009. Ein kunningarstova er í Vestmanna, sum nevnist "Vestmanna Tourist Centre", tað er opið frá 1. mai til 30. september. Ein matstova er inni í Vestmanna Tourist Centre, hon er somuleiðis opin um summarið. Eitt annað mat- og drekkistað er Bryggjan í Vestmanna. 7Adventures fyriskipar túrar við ATV akførum, gongutúrar, fiskitúrar, haruveiðu, síging og ymiskt annað. Ítróttur. VÍF er Vestmanna Ítróttarfelag sum fevnir um ítróttargreinarnar hondbólt, badminton og kappróður. Felagið eigur fleiri bátastøddir eitt nú Vestmenningur, sum er 10-mannafar, Havfrúhgving og Jómfrúgvin, sum eru 5-mannafør. Tvøroyri. Tvøroyri er ein býur í Suðuroy, partur av Tvøroyrar kommunu, og har búgva 1.763 fólk 2014. Fólkatalið var býtt soleiðis millum bygdirnar: 850 á Tvøroyri, 510 í Trongisvági, 287 í Froðba, 67 í Øravíkarlíð og 44 í Øravík. Tvøroyrar kirkja. Tvøroyrar kirkja varð smíðað í Noregi og síðan førd við skipi til Føroya, har hon varð reist á Tvøroyri og vígd í 1908. Í mun til aðrar kirkjur í Føroyum, so er hendan kirkjan smíðað uttanlands, á S í Noregi. Arbeiðið fór í gongd um heystið í 1906 og var liðugt í 1907. Kirkjan varð sett upp á ætlaða staðnum. Um várið 1908 var hon klár at taka í nýtslu, og Kr. Himmalferðardag sama ár fór vígslan fram. Kongaligi Einahandilin og T.F. Thomsen A/S. Tá Føroyar í 1856 fingu fríhandil, varð felagið S stovnað. Danin Thomas Frederik Thomsen úr Keypmannahavn keypti bygningarnar eftir danska kongaliga einahandlinum á Tvøroyri. Hesir vórðu seldir á uppboði á Tvøroyri hin 9. juni 1856. S hevði reiðaravirksemi við nógvum skipum upp gjøgnum árini inntil í 1996, tá seinasta skipið í felagnum varð selt. Eftir tað varð hildið fram við Krambúðini hjá Thomsen, sum seldi matvørur og aðrar kai-relateraðar vørur til fiskafólkið á økinum. Í yvir 100 ár hevði felagið umboð fyri D.F.D.S., hvørs skip sigldi millum Føroyar, Ísland og Keypmannahavn. Johan Mortensen og N.J. Mortensen. Johan Mortensen úr Øravík, fekk handilsbræví 1858 og setti seg niður á Tvøroyri. Handilsvirkið hjá Johan Mortensen gjørdist skjótt eitt tað størsta í Føroyum, sum eftir deyða hansara i 1889 varð gjørt til partafelag undir navninum A/S J.Mortensens Eftf. Ein sonur, N. J. Mortensen tók seg kortini burtur og fekk egið handilsvirki í 1911. Hvannhagi. Hvannhagi verður mettur at vera besta pláss í Føroyum til tjóðargarð. Staðið er avbyrgt, men kortini væl atkomandi til gongu. Sjáldsamt jarðfrøðisligt landslag við einum fjøllbroyttum plantu- og djóralívi. Hvannhagi er eitt sermerkt og vakurt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Hann liggur avbyrgdur og kann bert røkkast til gongu. Vanliga verður gingið frá vestara endanum av Ovara vegi á Tvøroyri, og har verður gingið eftir einari gøtu norðureftir tvørturum fjallið. Hvannhagi er kransað av steyrrættum fjallalíðum, og har slepst bert oman í tveimum støðum. Verður gingið oman eftir tí eystaru gøtuni, er eitt frálíkt útsýni norðureftir til Lítlu og Stóru Dímun. Hvannhagi hevur eitt sjáldsamt jarðfrøðisligt landslag, sum er vælkent av jarðfrøðingum eisini í altjóða høpi. Á hvørjum ári verður skipað fyri gongutúrum til Hvannhaga, og hetta er ein væl vitjaður útferðarstaður fyri bæði útlendingar og føroyingar. Hvannhagi er sundurbýttur hagi - Norðaripartur og Uttaripartur. Hagin hevur einki ásett markatal og liggur í tveimum markatalsbygdum. "Hvannhagi Norðaripartur" hevur 70 áseyðir. Seyðamarkið er "Fjøður mitt um heilt" á høgra oyra. "Hvannhagi Uttaripartur" hevur 72 áseyðir. Seyðamarkið er "Mitt um sýling" á vinstra oyra. Søvn og gallarí. Á Tvøroyri er eitt bygdarsavn, sum eitur Tvøroyrar Bygda og Sjósavn. Savnið er í Doktaragøtu, tætt við Havnarlagið í gomlu Doktarahúsinum. Húsið hevur eisini verið býráðsskrivstova. Tað er Tvøroyrar Forninnisfelag sum rekur bygdarsavnið. Savnið eigur 1500 skrásettir lutir og 1700 myndir. Formaður í felagnum er Einar Larsen. Á Tvøroyri er eitt gallarí, sum eitur Gallarí Oyggin. Tað er Palle Julsgart, sum eigur og rekur Gallarí Oynna. Gallaríið hevur skiftandi framsýningar við føroyskum og øðrum norðurlendskum listafólkum, umframt fasta framsýning við verkum eftir Palla Julsgart sjálvum. Í havanum og á økinum yvirav gallarínum eru fleiri standmyndir, sum Palle Julsgart hevur gjørt. Miðvágur. Miðvágur er ein bygd í Vágoynni. Í Vágum eru tríggjar stórar bygdir og tríggjar smáar, men fara vit 100 ár aftur í tíðina, vóru sjey bygdir. Tann størsta er Miðvágur við 1.035 íbúgvum (í 2014). Hon liggur miðskeiðis í oynni, so høvuðsfyrisitingin er her, politistøð, keypsamtøka, læknamiðstøð og prestagarður. Høvuðsvinnan her er fiskaídnaður, men eisini er nakað av aðrari vinnu her. Miðvágs kommuna legði 1. januar 2009 saman við Sandavágs kommunu og gjørdust tær til Vága kommunu. Miðvágur er søgulig bygd. Her búði prestakonan Beinta, sum er kend ikki bara fyri dygdir. Tí fekk hon eyknevnið "Illa Beinta". Tað er søgan um hana, ið Jørgen-Frantz Jacobsen nýtir í skaldsøgu síni "Barbara". Í 1997 var filmur gjørdur eftir hesi skaldsøgu. Náðinsgarðurin Kálvalíð oman fyri bygdina eru elstu húsini í bygdini og kanska eisini í landinum. Tey verða í dag nýtt sum bygdarsavn. Frá Miðvági kanst tú í góðum veðri síggja oyggjarnar sunnanfyri. Komin inn í bygdina er møguleiki at fara niðan í Kálvalíð. Við Kirkjar liggur Jansagerð, tann gamli prestagarðurin. Hesi bæði húsini eru kend fyri søguna um Barbaru. Koyrir tú oman á Vatn, so sært tú kirkjugarðin hjá miðvingum til vinstru. Har liggur eisini tann bretski kirkjugarðurin. Har liggja nærum allir teir hermenn grivnir, ið lótu lív í Føroyum undir øðrum heimsbardaga. Í 2008 varð felag sett á stovn í Vágum, sum skuldi arbeiða við at gera eitt krígssavn. Í 2009 læt Krígssavnið upp í Miðvági. Savnið heldur til í sama bygningi har Bónus og Vága kunningarstova halda til í. Nógvir túrar kunnu gerast higani úr bygdini. Gongutúrar frá Jansagerði, framvið Beitinum, heimið hjá Mikkjal á Ryggi, og niðan í Kálvalíð. Men er Hýsisáin lítil, tað er hon helst, tá ið turkur er, so ber til at finna yrkingina, sum Mikkjal á Ryggi høgdi niður í klettin har í ánni. Eisini ber til at fara ein túr út á Bøsdalafoss á rossabaki. Miðvágur hevur virkið ítróttarlív. Miðvágs Róðrarfelag varð stovnað í 1956 og hevur felagið fýra kappróðrarbátar sum luttaka í FM kappróðri, tó ikki á hvørjum ári, men í 2011 luttóku allir. Triðja hvørt ár er Vestanstevna í Miðvági. MB (Miðvágs Bóltfelag) varð stovnað í 1905 og hevur lið í 3. deild hjá monnum umframt fleiri barnalið. Flogbóltsfelagið Dráttur varð stovnað í 1983. Leirvík. Leirvík er ein bygd í Eysturoynni, frá 1. januar 2009 partur av Eysturkommunu. Leirvík er gomul bygd. Hildið verður at hon er millum tær elstu í Føroyum. Í útgrevstinum á Toftanesi er ymiskt funnið, sum prógvar, at bygdin stavar frá víkingatíðini. Leirvík fekk ikki kirkjugarð fyrr enn í 1900 og kirkju í 1906. Í eini 4-500 ár vóru Leirvík og Fuglafjørður ein sókn við sóknarkirkju og kirkjugarði í Fuglafirði. Leirvík er gomul bygd, sum liggur við Leirvíksfjørð, og frá gamlari tíð hava verið tríggir býlingar har, uttan Á, á Toftanesi og við Garð. Í sambandi við útbygging av havnarlagnum og vegføringini til ferjuleguna varð neyðugt at gera fornfrøðiligar kanningar av økinum á Toftanesi. Stórur útgrevstur fór fram, og lutir og húsatoftir komu fyri ein dag sum prógvaðu, at bygdin er frá víkingatíð. Hesar toftir eru nú friðaðar. Leirvík á frímerkinum frá 2006. Í sagnatilfarinum er Leirvíks-Páll kendur, og táttur var yrktur um hann, tá ið hann fór til Velbastaðar at hitta Ellint bónda. Tað kom til bardaga teirra millum, og við snildum fekk Páll beint fyri Ellinti. Í 1725 kom loynikeypsskip til Leirvíkar, og menn fóru umborð at keypa frá teimum. Tíverri vóru teir smittaðir av pokum. Stutt eftir var brúdleyp í bygdini, og tá varð øll bygdin smittað. Stórur partur av leirvíkingum doyði. Bygdin mentist tó skjótt eftir henda skaða, tí fólk úr øðrum bygdum fluttu á kongsgarðarnar, sum vóru mannleysir. Meginparturin av jørðini í Leirvík er kongsjørð. Manntalið í bygdini var í 1801 komið uppá 85, og nú, 200 ár seinri, er talið 10 ferðir so høgt, ella 853 (2005). Leirvík er gott útróðrarpláss, tí lætt er at rógva út bæði norðureftir og suðureftir. Eisini hevur farleiðin úr sunnaru oyggjunum til Norðoyar frá gamlari tíð ligið um Leirvík, men nú er tunnil gjørdur undir Leirvíksfirði, so koyrandi er til Klaksvíkar og stóran part av Norðoyum. Fyri nøkrum árum síðani læt kendur leirvíkingur gera bátasavn, sum sýnir gamlar bátar frá fyrra parti av farnu øld. Í sama bygningi er eisini eitt málningasavn, sum fyrst og fremst umboðar kenda listamálaran úr Leirvík, Jóannis Kristiansen. Tónleikarin Høgni Lisberg er eisini úr Leirvík. Saltangará. Saltangará er ein bygd í Runavíkar kommunu á eystara armi á Skálafjørðinum. Saltangará, eisini nevndar Heiðarnar, er bygd í 1846. Í bygdini er nógv virksemi. Handils- og vinnulívið blómar. Umleið 60 handlar finnast í kommununi, har flest allir liggja í Saltangará. Handilsmiðdepilin í Runavíkar kommunu skipar saman við Kunningarstovuni í Runavík, fyri ymiskum tiltøkum og lýsingarátøkum árið runt. Stórur partur av vinnulívinum í Eysturoynni er í Runavíkar kommunu og fleiri av hesum virkjum liggja í Saltangará. Við bátahylin í Saltangará liggur Gamli Handil, sum í dag verður brúktur í sambandi við listaframsýningar og onnur mentanartiltøk. Á sama øki stendur eisini eitt gamalt neyst, og í bátahylinum liggur sluppin Høganes, sum verður brúkt til konsertir og tiltøk av ymiskum slagi. Saltangará er ikki gomul bygd; til í 1960unum vóru einans einstøk hús spjadd í økinum, ið varð kallað í Heiðunum. Við øktu miðsavningini í seinnu helvt av 20. øld gjørdist Saltangará ein stórbygd, ið varð bygd áføst við Glyvrar innanfyri og Runavík uttanfyri. Saltangará er í dag handilsligi miðdepilin í Runavíkar kommunu. Umframt nógvar vinnufyritøkur hava Postverk Føroya, Almannastovan og Toll- og skattstova Føroya deild í Saltangará. Brøðrasamkoman hevur samkomuhúsið Berøa í Saltangará. Sandavágur. Sandavágur er ein bygd í Vágum. Sandavágur er tríggjar ferðir kosin at vera best røkta bygd í Føroyum. Tað hendi í 1997, 2003 og aftur í 2008. Í Sandavági eru ymisk felagshús. Við fótbóltsvøllin er SÍF-húsið, og harumframt eru eisini onnur felagshús, t.d. kirkja, samkomuhús til kristiligar fundir og losjan Vakhús. Í bygdini er eisini ein viðarlund, Viðarlundin á Abbreyt. Ítróttur. Sandavágs Ítróttarfelag varð íbirt 11 nov. í 1906. Í Sandvági er eitt virkið ítróttarfelag – SÍF, sum stendur fyri "Sandavágs Ítróttar Felag". Virksemið hjá felagnum fevnir um fótbólt, hondbólt, flogbólt og kappróður. Ørnin hevur vunnið FM í 5-mannaførum við kvinnum árini 1988, 1990, 1991, 1997, 1998 og 2006. Í bestu fótbóltsdeildini manna bygdirnar Sandavágur og Sørvágur eitt felags lið undir heitinum 07 Vestur. Ítróttarhúsið í Sandvági virkar sum eitt bygdar- og ungdómshús. Tað er karmur um so at siga alt felagslív í bygdini. Gjørdur er graslíkisvøllur og hús til ítróttafelagið á Valloyruni. SÍF húsið er mentanarmiðdepil í bygdini; har eru fundir, brúdleyp, veitslur, dansur o.a. Søga. Ørnin er kappróðrarbátur hjá SÍF, róðrardeild. Kappróður, 8-mannaførini, á Vestanstevnu 2012 í Sandavági. Sandavágur er gomul bygd; men vit vita ikki við vissu, hvussu gomul hon er. Í bøstykkinum, sum rópt verður í Toftini, tað er har, sum bygdarráðshúsið nú er, hava fornfrøðingar grivið hústoftir út, sum teir halda hava verið bústaðir seinast í víkingaøld. Í Eingjartoftum, sum er millum býlingarnar Sandar og Steig, varð funnin ein rúnasteinur í 1917, ið seinni fekk navnið Sandavágssteinurin. Innskriftin verður lisin soleiðis: "Torkil Onundarson eystmaður av Rogalandi bygdi henda stað fyrst". Rúnakønir menn siga, at rúnasteinurin er frá umleið ár 1200. Hildið verður tí, at hesin Torkil Onundarson er tann fyrsti, sum bygt hevur á tí staðnum í bygdini. Rúnasteinurin stendur nú í Sandavágs kirkju. Stórur og seyðaríkur hagi liggur til bygdina, 24 merkur á Sondum og 24 merkur á Steig. Í 1555 var Steigargarður lagdur til løgmansembætið. Hetta kom í lag við kongsbrævi, dagfest 19. mars. Flestu løgmenninir fluttu á Steig at búgva. Íløgmanstíðini setti løgmaður sín dám á bygdina á mangan hátt, eitt nú kirkjuna. 1816 var løgtingið avtikið og løgmansembætið niðurlagt, og Steigargarður var seldur í 1822; tá høvdu 17 løgmenn verið í hesum embætinum. Seinasti løgmaðurin æt Jørgen Frants Hammershaimb (1805 – 1816). Sonur hansara, Vencil Ulrik Hammersheimb, var føddur á Steig í 1819. Hann gjørdist væl kendur millum føroyingar, tí at hann legði grundina undir føroyska skriftmálið, og hann gav út ymsar bøkur á føroyskum. Føroyingar reistu honum prýðiligan minnisvarða á Steig í 1919. Tá ið løgmansgarðurin varð seldur, var jørðin lutað sundur í átta lutir. Tríggjar merkur hvør. Bæði sandavágsmenn og fremmandir menn keyptu, og summir teirra fluttu í bygdina at búgva. Hetta hevði týdning fyri bygdarlívið og eisini búskaparligan týdning. Í bóndasamfelagnum vóru høvuðsvinnuvegirnir annaðhvørt jarðarbrúk ella útróður. Um aldarskiftið fingu sluppirnar rættiligan týdning. Fólksins lívskor og viðurskifti broyttust. Í 1895 varð fyrsta skipið keypt til Sandavágs, og so við og við komu fleiri skip aftrat, so at í fyrra krígnum vóru 20 skip. Størsta handilsvirkið og reiðaravirkið hevði Jógvan Elias Thomsen í Haraldsstovu. Fyrsta skipið keypti hann í 1906, og í 1920 reiddi hann 14 skip út. Tíðliga fór hann at turka fisk frá skipum og útróðrarbátum, og turkihús bygdi hann úti í Gjógv. Aðrir góðir vinnulívsmenn hava eisini verið, eitt nú feðgarnir Niels Jacob og Hjalmar Nielsen, Eivind Rasmussen og Zacharias Nielsen. Zacharias Nielsen bygdi sær nútíðar turkihús, og í fimmtiárunum og sekstiárunum var nógvur fiskur turkaður har. Hann reiddi nøkur skip út, sum hann átti saman við øðrum, og línuskipið Reynsatind, sum hann átti einsamallur. Samvinnufelagið hevur átt fleiri trolarar. Í 1984 keyptu teir stásiliga rækjutrolaran Høgafoss. Samvinnufelagið hevur verið týdningarmikil arbeiðsgevari í bygdini. Onkuntíð varð maður út næstan øðrum hvørjum húsi við trolara hjá felagnum. Høgifossur bleiv seldur av bygdini í 2005. Onnur reiðaravirki, ið nú eru, eru: F Fossá, sum eigur Venus, F Hýsisá, sum eigur skipini Vesturtúgvu og Mars Chaser, og F Hans Pauli í Horni, sum eigur kemikaliuskipi Tóru. Sandavágur er brimpláss, tí varð farið í samarbeiði við miðvingar at gera brimgarð og bryggju í Miðvági. Eisini bygdu teir flakavirkið, Snarfrost, í felag. Nú eigur Føroya Fiskavirking flakavirkið. Á Giljanesi er niðursjóðingarvirkið Kovin, har sjóað verður niður rogn og rækjur. Norðuri við Fútaklett er stór smoltstøð. Hesi virkini hava stóran búskaparligan týdning fyri bygdina. Annars er at nevna, at vakstrarhús, tannlæknastova, hárfríðkanarstovur, snikkaravirki, bilverkstaður, timburhandil, málingahaldil, klædnahandlar og aðrir handlar eru í bygdini. Skúlin í bygdini er bygdur í 1896; fyri stuttum er hann gjørdur av nýggjum innan. Á Giljanesi bygdu báðar bygdirnar felagsskúla í 1961. Ítróttahøll varð bygd upp í skúlan í 1983. Tá vóru eisini gjørdar skúlastovur, skúlakøkur, smíðstova og bókasavn. Nógv virksemi er í ítróttarhøllini, bæði skúlin, ítróttarfeløgini og onnur brúka hana. Sandavágur er gomul kirkjubygd og einki er at ivast í, at kirkjur hava verið í tí katólsku tíðini. Úr skrivligum keldum vita vit, at seks kirkjur hava verið í bygdini. Niðri á Oyru hava fýra kirkjur staði. Kirkjan, ið nú er, er bygd í 1917. Magnus á Kamarinum, arkitektur, úr Havn teknaði kirkjuna og stóð fyri byggingini. Meiniheitshús varð bygt í 1926. Nú er nógv bygt upp í tað. Har eru sunnudagskúli, møti, ungdómsmøti og annað kristiligt virksemi. Losja Vakhús, sum er fráhaldsfelag, varð stovnað fyrst í tríatiárunum, og nøkur ár seinni bygdu teir sær hús. Prýðiligt bygdarráðshús er bygt í 1982. Avtrat kommunalu fyrisitingina, eru Vága Sjúkrakassi, Vága Kunningarstova og Barnaverndartænastan fyri Vágar, Vestmanna og Kvívík, í húsinum eru eisini viðtalurúm til læknarnar. Í Dagstovnurin Sóljugarði eru vøggustova, barnagarður og frítíðarheim, eini 80 børn eru í skipanini. Í Sóljugarði starvast 20 fólk. Arbeitt verður við at gera nýggja útstykking í Sørpum, omanfyri vegin, har verða 30 grundstykkir. Meira enn helvtin av stykkinum eru umbiðin. Bøtt er um tey tøkniligu viðurskiftini ymsastaðni í bygdini. Dentur er lagdur á at hava bygdina reina og vakra. Í 1997, 2003 og 2008 vann Sandavágur kappingina um at gerast best røkta bygd í Føroyum. Sandavágs kirkja. Í Sandavágs kirkju stendur ein av fáu føroysku rúnasteinunum. Sandavágssangurin. Sandavágssangurin varð yrktur til eina vestanstevnu, sum varð hildin í Sandavági. Jóhannes Olsen (pápi Knút Olsen) yrkti orðini til lagið "Venner ser på Danmarks kort", men seinni hevur Knút Olsen smíðað lag til sangin. Strendur. Strendur eru syðsta bygdin á vestara armi á Skálafirði í Eysturoy. Sjóvar kommuna fevnir um bygdirnar Strendur, Innan Glyvur, Kolbanargjógv, Morskranes og Selatrað. Í kommununi búgva 1002 fólk, harav 789 á Strondum. Í skúlanum á Strondum ganga 238 næmingar. Umframt vanligan fólkaskúla fevnir skúlin eisini um eina framhaldsdeild. Búskapur. Fólkið í kommununi livir fyri stóran part av fiskiskapi og av at arbeiði í fiskiídnaðinum. Á Strondum eru seks størri fiskifør og fleiri smærri útróðrarbátar. Eitt vanligt fiskavirki er í kommununi og somuleiðis er eitt kryvjingarvirki. Har er bæði smoltaling og sjógvaling av laksi. Av øðrum ídnaðarvirkjum kunnu vit nevna grótídnað, málingavirki, spinnarí og eitt dátavirki. Í kommununi eru tveir bóndagarðar. Áhugavert at vitja. Á Strondum er kirkja, missiónshús, bygdarhús, banki, sparikassi, og posthús. Har er læknaviðtaluhøli, sjúkrakassi og kommunuskrivstova. Eiði. Eiði (danskt: Ejde) er ein bygd í Eysturoy. Eiðis kommuna fevnir um bygdirnar Eiði, Ljósá og Svínáir. Bygdirnar Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskáli og Oyri valdu í 1894 at fara úr felagskommuni í Eysturoynni og stovna Ejdes Sogns Kommune. Fyrsti fundur í nýggju kommununi var 1. oktober 1994. Í 1943 ynsktu bygdirnar Svínáir, Norðskáli og Oyri at fara úr Eiðis kommunu og gerast sjálvstøðug kommuna. Hetta førdi til, at Norðskáli og Oyri gjørdust sjálvstøðug kommuna í 1944, meðan Svínáir varð verandi partur av Eiðis kommunu. Í kommununi búgva 750 fólk (nov. 2019). Av hesum búgva 682 fólk á Eiði (nov. 2019). Í skúlanum á Eiði ganga uml. 72 børn. Í bygdini er kirkja (1881), prestagarður, samkomuhúsini Mizpa (salur hjá brøðrasamkomuni) og Karmel (missiónshús), eitt bygdasavn, fótbóltsvøllur við tilhoyrandi ítróttarhúsi (Hólmahúsið´), ið eisini inniheldur venjingarhøli og veitsluhøli. Við skúlan er mentanarhøll til um 100 fólk. Kampingpláss er á gamla fótbóltsvøllinum á Mølini. Í bygdini er matvøruhandil, eitt fiskiídnaðarvirki og tvey onnur smá ídnaðarvirki umframt fleiri tænastuvirki. Til bygdina hoyra 5 størri fiskifør og fleiri smærri útróðrabátar. Flestu íbúgvarnir í Eiðis kommunu arbeiða í fiskivinnuni, antin umborð á fiskiførunum, ella á fiskavirkinum, sum er á havnaøkinum í bygdini. Meginparturin av jørðini er ogn, ið fyri tað mesta er nokkso smábýtt, so landbúnaðurin er fyrst og fremst seyðahald til húsbrúks. Einstakir størri eigarar reka vinnuligan landbúna. Á Eiði vóru 1. des. 2017 216 húski sambært yvirlitinum hjá Posta. Kend listafólk av Eiði eru Niels Kruse (1871 - 1953), Óli Egilstrøð (1916-1999) og Sigrun Gunnarsdóttir (f. 1950). Rituvík. Rituvík er ein bygd í Eysturoynni. Rituvík er niðursetubygd frá 1873 og búgva 244 fólk (2013) í bygdini í dag. Kirkjan í Rituvík varð vígd 12 1955. Minnisvarði er reistur á staðnum í 1975 yvir tey fyrstu 8 húskini, ið settu búgv har. Maðurin við hakanum vísir strevið við at velta upp úr nýggjum, og konan við stokkunum vísir á knossið við at virka klæðir úr ullini. Áskriftin er: "Tann kraft sum teimum treysti gav, var lít til Gud og land og hav". Um summarið verður skipað fyri mentanartiltaki niðri á støðni. Tann 21. juli 2012 varð kunngjørt, at børnini hjá Magnus Olsen og Elsebeth Olsen, Olsensystkinini, rundaðu 1.000 ár, og harvið gjørdust heimsins elsti systkinnabólkur, staðfest í Guinness rekordbók. Lamba. Lamba er ein bygd í Eysturoynni. Lamba er gomul søgulig bóndabygd, nevnd í 1350, men kann væl vera eldri. Í Lamba búgva nú (2013) 133 fólk. Tá talað verður um bygdina Lamba kemst ikki uttan um "Norsku Løvu". Hetta var ein donsk bark, sum nýggjársaftan í árinum 1707 í ódnarveðri rak á land og fórst í briminum út fyri Lamba. Øll manningin bjargaðist, og skal tað vera ein av manningini, sum yrkti vísuna "Norske Løve". Skipið skuldi reka inn á eina gjógv og smildrast, og eitt omanlop skuldi leypa oman yvir gjónna, og skipið skuldi hvørva í omanlopinum. Lamba var nýggjársbygd. Hagar komu fólk fyrr úr grannabygdunum at vitja og dansa á nýggjárinum. Lambareiði. Lambareiði er ein bygd í Eysturoynni. Lambareiði er niðursetubygd frá 1878 og í dag (2020) búgva 6 fólk í bygdini. Fyrstu hjúnini, sum búsettust á Lambareiði vóru Jørgen Solmunde (1848) úr Søldarfirði og Johanne Elisabeth Marie Magnussen úr Horni (1857) av Skála. Niðursetubygdin Lambareiði man vera ein av teimum minni kendu bygdunum í Føroyum. Har eru trý setús, sum hava sítt egna postnummar, 626. Fyrstu fólkini búsettust har í 1878. Glyvrar. Glyvrar er ein bygd í Eysturoynni. Glyvrar, ein gomul bóndabygd, nevnd í 1584, men kann væl vera eldri. Á Glyvrum búgva 379 fólk (2013). Glyvra kirkjan varð vígd 26. mai í 1927, og varð útbygd í 1981. Hugnaliga bygdasavnið Forni liggur á Glyvrum. Um summarið er savnið opið fyri vitjandi. Skála (bygd). Skála er ein bygd á vestursíðuni á Skálafjørðinum í Eysturoy. Síðan 2004 er Skála partur av Runavíkar kommunu. Fólkatalið er í dag 740 (í 2021). P/F MEST er størsta arbeiðsplássið á Skála. Her eru nógv skip í føroyska flotanum bygd. Harumframt verða nógvar umvælingar gjørdar á MEST, bæði føroysk og m.a. russisk skip verða umvæld á Skála. Á hvørjum ári er bygdastevna á Skála, har fótbóltur og kappróður eru ein týðandi partur av tiltøkunum. Um summarið vitja ferðafólk í bygdini. Eitt kampingpláss er við ítróttarhøllina á Skála og her hava, umframt einstaklingar, fleiri stórir kampingbólkar vitjað síðan plássið læt upp í 2004. Tríggir skúlar hava verið á Skála. Elsti skúlin varð bygdur í 1876. Har var bara ein skúlastova. Skúlin stóð beint uttan fyri Gjógvaráodda, men er niðurtikin. Í 1960 varð nýggjur skúli tikin í brúk við trimum skúlastovum. Seinni vórðu tríggjar stovur gjørdar afturat í kjallaranum. Í tí býgninginum hava eisini verið læknahøli og tannlæknastova. Tann skúlin varð tikin niður í 1990, tá núverandi skúli varð tikin í brúk. Syðrugøta. Syðrugøta á frímerki frá 2006. Syðrugøta er ein bygd í Eysturoy. Syðrugøta er bygd frá víkingatíð, og saman við grannabygdunum, Gøtugjógv og Norðragøtu verður hon ofta bert nevnd Gøta, og hesar bygdir eru ein kommuna. Navnið Gøta sipar til bygdagøtuna, sum frá gamlari tíð hevur verið ein høvuðsfarleið í Eysturoy frá Skálafirði til bygdirnar norðanfyri. Fyrri liður í bygdarnavninum sipar til, at hon var tann syðra av tveimum. Gøtugjógv er helst yngri bygd enn hinar báðar. Gomul søgn er, at kirkja var í Syðrugøtu, men av óbótagerð misti bygdin kirkjuna, og varð hon flutt til Norðragøtu. Enn verður víst á, har kirkja og kirkjugarður vóru. Frá gamlari tíð eru kendir tveir býlingar, niðri við Hús og úti í Grógv, men teir eru samanbygdir fyri mongum árum síðan. Um 1860 kom nýggj niðursetubygd, Undir Gøtueiði, sum liggur í Syðrugøtuhaga við Skálafjørðin. Syðrugøta hevur stóran haga, og sera langt er úr norðasta parti og aftur at húsum. Søgn er, at syðrugøtumenn høvdu hús við eldstaði í haganum at vera í, um ov seint var at fara aftur at húsum. Ein seyðamaður í bygdini, ið nevndist Jákup Dintil, var sera kvikur maður. Hann fór í hetta hús eitt kvøldið, men skjótt eftir komu tveir seyðatjóvar inn og verða varir við hann. Við snildum slapp hann út og so til beins aftur at húsum at siga frá. Syðrugøta liggur við Gøtuvík, sum er opin móti eystri, og tá ið landsynningur og eystan gera um seg, er ókyrt á víkini. Frægasta kyrruplássið er í Norðragøtu, og har er kommunal havn bygd. Á frímerkinum sæst sandurin niðan fyri húsini, og har verður G! Festivalur hildin á hvørjum sumri. Hann hevur verið eitt framúr stórt tiltak, sum hevur savnað eina øgiliga rúgvu av ungum fólki, og er vaksin á hvørjum ári. Í 2006 vóru 5000 fólk møtt, ella um 10% av øllum føroyingum, og kendar stjørnur úr útlondum hava luttikið. G! Festivalurin og Summarfestivalurin eru teir størstu tónleikafestivarnir í Føroyum og fevna um fleiri dagar. Á G! Festivalinum er vanligt at fólk møta í góðari tíð fyri at fáa eitt tjaldingarpláss, síðan búgva tey har í fleiri dagar. Runavík. Runavík er ein bygd í Eysturoynni. Runavík er yngsta bygd við Skálafjørðin, fyrstu húsini vóru bygd í 1916. Bygdarnavnið Runavík varð alment tikið í brúk í 1938. Í løtuni (2015) búgva 531 fólk í Runavík. Í Runavík er ítróttarøkið, fótbóltsvøllur og nýggja ítróttar-og fimleikahøllin, Bylgjan. Barnagarðurin á Mýrunum liggur í einum sera náttúruvøkrum umhvørvi við útsýni yvir Toftavatn. Í sama umhvørvi liggur Heimið á Mýrunum. Eysturoyar Ellis- og Røktarheim er eisini í Runavík. Ellisheimið er nýliga útbygt. Við Løkin í Runavík er gomul kornmylla bygd av nýggjum. Økið er sera vakurt og liggur beint við Hotel Runavík. Í Runavík eru fýra virkin ítróttarfeløg – fótbóltsfelagið NSÍ, ið stendur fyri Nes Sóknar Ítróttarfelag, badmintonfelagið Nápur, hondbóltsfelagið Tjaldur og Bogaskjótingarfelagið Ørvur. Í Runavík eru eisini KFUM Skótarnir við Løkin, ið eru sera virknir í løtuni við nýggjum skótahúsi, ið eisini er Føroya størsta. Skótarnir við Løkin hava eisini Føroya einastu Ungdómsskótar við uml. 15 virknum Ungdómsskótum. Í skótunum við Løkin eru uml. 40-50 Úlvar, Skótar og Ungdómsskótar. Skopun. Skopun er niðursetubygd á norðurendanum á Sandoynni; hon var grundað 1. apríl 1833. Nú er Skopun næststørsta bygd í oynni. Ferjusambandið er gott millum Streymoynna og Sandoynna, Teistin siglur nógvar túrar dagliga millum Gomlurætt og Skopun. Føroya Løgting samtykti í 2014, at farast skuldi undir at gera ein undirsjóvartunnil millum Sandoynna og Streymoynna (Sandoyartunnilin) í seinasta lagi í 2018. Eftir ætlan skal tað vera koyrandi millum oyggjarnar í 2021. Søga. Skopun er yngsta bygd í Sandoynni. Hon er niðurseturbygd og varð grundað í 1833. Har eru 2 kongsbøndur og nógvar traðir. Ein minnisvarði er reistur teim sjólátnu í Skopun norðalaga í bygdini. Í Skopun er lívfiskastøð, ið ger kynsbótararbeiði, sum tryggjar alibrúkunum runt um í landinum frískan og góðan fisk. Skopun eigur eitt bygdahús, Samljóð, sum varð liðugt bygt í 1991. Húsið er vælegnað til samkomur, fundir, veitslur o.a. Húsið verður eisini leigað út til bólkar, ið kunnu gista har nakrar nætur. Húsið hevur góðar umstøður til menningartarnaði. Ungmannafelagið Samljóð eigur húsið. Havnarlagið. Tann fyrsta havnin varð bygd í 1924-25 og var liðug í 1926. Norðragøta. Norðragøta er ein bygd í Eysturoy, partur av Eysturkommunu, sum, eisini fevnir um bygdirnar Syðrugøtu og Við Gøtugjógv. Hesar bygdir verða ofta undir einum róptar í Gøtu. Gøta er gomul bygd, í Føroyingasøgu kend frá einum av høvuðspersónunum, Tróndi í Gøtu. Óvist er, hvørjari av Gøtunum, Tróndur gamli hevur búð í. Norðragøta er millum elstu bygdir í Føroyum. Á Tróndargrund, í kjallaranum í Jákupsstovu, varð í 1980-árunum staðfest búseting um ár 630. Vinnuvirksemið i bygdini er stórt. Á Gøtu Fiskavirkið, ið framleiðir saltfisk, arbeiða dagliga umleið 100 fólk. Eisini er stórt virksemi á havnaøkinum av alivinnuni. Ítróttur. Ítróttur og fótbóltur í Eysturkommunu hevur sítt hásæti í Norðragøtu. Í Sarpugerði hava samanløgdu feløgini GÍ og LÍF, sum nú eru Víkingur, funnið sína háborg við nýggjum graslíki og nýggjum felagshúsi og áskoðaraplássum. Sandur. Sandur er onnur av teimum stóru bygdunum í Sandoynni. Sandur er ivaleyst ein av elstu bygdunum í Føroyum, hon er grundað í víkingatíðini um ár 825. Landnámsmenn, ið tóku land her, vóru norskir víkingar. Sandur er eisini størsta markatals bygd, saman við Hvalba. Á sandi er sandur við einastu mølheyggjum í Føroyum. Sandurin á Sandi er sera vælegnaður til eplavelting. Kirkjan á Sandi er sera áhugaverd, tí har hava nógvar kirkjur staðið á sama stað, undan hesari, tann fyrsta varð bygd um ár 1100. Ungmannafelag var stovnð í 1923, og felagshús teirra varð bygt í 1953, og eitur tað Virkið. Tað er síðani umbygt og víðkað og sett í tíðarhóskandi stand. Í 1988 vóru eini eldri sethús, Norðara Koyta, sett í stand, og hetta hús verður nú nýtt til bygdarsavn. Sands fornminnissavn eigur húsini, somuleiðis eigur felagið eisini gamla handilin á Grótteigum, ið Jóhan Mortensen á Tvøroyri læt byggja, beint eftir at fríhandilin var komin til Føroya. Einans á Sandi eru rættiligir sandheyggjar. Teir nevnast "mølheyggjar" og eru friðaðir. Mølheyggjar eru vorðnir til í einum samspæli ímillum sand og plantuvøkstur, ið verður førdur á staðið við vindinum. Fyritreytin fyri, at sandheyggjar kunnu koma í, er, at nóg nógv er til av sandi, og at tey plantusløgini, ið kunnu geva lívd, eru til staðar, soleiðis at sandurin, ið leggur seg uttan um planturnar, verður bundin við teirra rótgreining. Har vaksa plantur og liva flogkykt, ið ikki eru at finna aðrastaðni í landinum. Sagnir. Nógvar sagnir eru knýttar til Sand bygd, fyrst og fremst tær um Kálv Lítla og Harra Klæmint. Teir vóru báðir prestar á Sandi og tað er sanniliga ikki fyri teirra dygdir, teir eru kendir. Kálvur Lítli var prestur her í 14. øld, og hann var yvirgangskroppur og manndrápari. Harra Klæmint var prestur her í 17. øld, og hann hugsaði bert um at kráma jørð undir seg. Úr "Færøske Folkesagn og Æventyr" hjá Jacob Jacobsen. Skipanes. Skipanes bygd í Eysturoynni. Skipanes er ein niðursetubygd frá 1839 og fyrstuferð við í fólkateljing sum Skipanes í 1845. Bygdin telur í dag 57 fólk (í 2013). Sambært søgnini hevði Tróndur í Gøtu vetrarhavn inni við Skipanes. Søgnin sigur, at við Skipanes høvdu "Gøtuskeggjar", sum vit kunnu lesa um í Føroyingasøgu, skip síni líggjandi. Søldarfjørður. Søldarfjørður er ein bygd í Eysturoynni. Søldarfjørður verður mett at vera landnámsbygd og telur í dag 334 fólk (í 2013). Sjógvurin, sum hevur givið fólkinum á staðnum dagligt breyð, hevur eisini kravt síni offur, og í bygdini Søldarfjørður stendur minnisvarði yvir teir, sum ikki komu heim aftur av havinum. Minnisvarðin er fyri sjólætin í bygdunum Skipanes, Søldarfjørð og Lamba. Bygdin er kend fyri síni mongu stóru trø. Søga. Søldarfjørður verður hildin at vera landnámsbygd. Soleiðis skrivar Robert Joensen í grein síni ”Hvussu gomul er bygdin” (Varðin 38: 27). Fyrstu ferð Søldarfjørður verður nevndur í søguligari keldu er í jarðarbókini frá 1584. Tá situr Jón Heinason, løgmaður og bóndi í Lamba, við festijørðini í Søldarfirði. Heinason sat við nógvari jørð um alt landið, bæði ognar- og kongsjørð. Men bústaður og høvuðsgarður hansara hevur óivað verið her, úr Søldarfirði og út á Glyvrar. Trúbótin kom til Føroya umleið 1540, og í tí sambandi kom øll kirkjujørðin undir kong. Hugsandi er, at Søldarfjørður hevur verið kirkjujørð undan trúbótini. Arne Thorsteinsson skrivar í Fróðskaparritum frá 1978 eina grein um forna búseting í Føroyum. Har skrivar hann um, hvussu bygdir spakuliga eru skiftar sundur í býlingar og síðan í hús, og at hetta er byrjað longu í víkingatíðini. Í hesum sambandi nevnir hann, at hann hugsar, at tey stóru festini, sum fevna um heilar býlingar, í 1584 longu eru komin undir kirkjuna tíðliga í miðøld (Thorsteinsson 1978: 74). Fram til 1712, tá ið Jákup Rasmusson festir í Søldarfirði, eru somu bøndur í Søldarfirði, Útbø og Lamba. Festið á Glyvrum fer burturav millum 1642 og 1649. Hyggja vit nærri eftir teimum trimum festunum, síggja vit, at í Søldarfirði ganga í 1584 18,46 seyðir á mørkina (umframt átta neyt og eitt ross), úti á Bø hoyrir einki til festið, og í Lamba ganga 18,19 seyðir á mørkina. Hugsandi er tí, at Søldarfjørður og Útbø hava ligið í felagi, tvs. at talið av kríatúrum hevur verið felags fyri tey bæði festini. Tað, at 80 seyðir verða fluttir úr Søldarfirði til Lamba, tá ið Jákup Rasmusson festir í 1712, bendir á, at so er (Degn 1945: 174). Staðanøvnini Heimbø og Útbø benda somuleiðis á, at tá ið fólk í sínari tíð (kanska tíðliga í miðøld) eru búsett Útbø, eru hesi fólkini komin av Heimbø. Men søguligar keldur vita einki at siga um hesi fólkini. Á vártingi í 1674 verður Magnus Ólason í Søldarfirði stevndur fyri at hava havt samlegu við Maggu Ábrahamsdóttir. Magnus verður aftur stevndur á várting í 1679; hesa ferð fyri at hava ligið við konu síni, áðrenn tey giftust. Á vártingi í 1689 verður Petur Ábrahamsson úr Søldarfirði, sum tá er fluttur til Norðragøtu, stevndur fyri at hava ligið við konu síni, áðrenn tey giftust. Í samband við eina marknatrætu millum Søldarfjørð og Lamba í 1740 teljast Ábraham Magnusson (tá 55 ára gamal) og Símun Magnusson (tá 60 ára gamal) millum vitnini. Hugsandi er, at øll hesi fólkini hava verið í familju, soleiðis at Magga og Petur vóru systkin, og at Ábraham og Símun vóru brøður, synir Maggu og Magnus. Um so er, er Símun føddur um tað tíðina, Magga og Magnus giftust og Ábraham nøkur ár seinni. Hvar í Søldarfirði hesi fólkini hava búð er ilt at siga. Hvat tey hava gjørt er ilt at siga; kanska hava uppsitið ella røkt garðin fyri bóndan. Tað er hugsandi, tí ættin hvørvur úr Søldarfirði, tá ið bóndi er komin í bygdina. Æðuvík. Æðuvík er ein bygd í Eysturoynni. Æðuvík er ein niðursetubygd frá 1897 og búgva í dag 100 (2013) fólk í Æðuvík. Í Æðuvík sigst, at nógvir huldumenn hava verið, men Evensen próstur, gekk runt um garðarnar og fekk rikið teir útum. Á varðagøtuni Æðuvík - Nes kemur man fram við Promsgili, har søgnin sigur, at huldufólk búðu. Ein túrur eftir varðagøtuni er ein frálík uppliving. Varðarnir eru væl hildnir. Túrurin tekur umleið 45 min. Í 2001 varð Æðuvík kosin "Føroya Best Røkta Bygd" og verður tí vælvitjað av ferðafólki bæði um summarið og á jólum, tá Æðuvík er jólabygd, skrýdd við perum og pynti. Í Æðuvík sæst ein vakur minnisvarði, sum varð avdúkaður í oktober 1997, til 100 ára minningarhaldið fyri bygdina. Minnisvarðin sýnir myndir av fýra teim fyrstu hjúnunum, ið bygdu Æðuvík. Elinborg Lützen. Elinborg Lützen (f. 26. juli 1919 í Klaksvík; d. 22. november 1995 í Tórshavn) var ein føroyskur grafikari. Í frásøgnum hennara verður náttúran livandi, søgurnar eru um gandaðar heimar á havsins botni og um ævintýrkend klettaríki, tær eru um trøll, huldufólk og skrímsl. Í linoleumsskurðunum fann hon sín serstaka frásøguhátt, og hon dugdi at síggja allar teir nógvu møguleikarnar, sum fjala seg í tí svarta og hvíta. Ávísingar úteftir. Lützen, Elinborg Jógvan við Keldu. Jógvan við Keldu er føddur 30. januar 1944 í Klaksvík. Hann er politikari fyri Fólkaflokkin. Landsstýrismaður í innlendismálum 31. januar 2004 - 1. desember 2005. Býráðsformaður í Klaksvíkar kommunu 1981-1988 og 1993-2000. Hann er giftur við Betty Skaale av Toftum. Tey eiga saman børnini Gunvá (f. 1966), Pætur (f. 1970) og Tóru (f. 1974). Tað var Jógvan við Keldu, sum upprunaliga setti fram uppskot um undirsjóvartunnil millum Klaksvík og Eysturoynna. Keldu, Jógvan við Keldu, Jógvan við Norðoyar. Norðoyar ella Norðuroyggjar er tær 6 norðastu og eystastu oyggjar í Føroyum. Tær liggja sum ein eind og eru Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy og Kalsoy. Viðoy, Borðoy og Kunoy eru bundnar saman av byrgingum, meðan Fugloy, Svínoy og Kalsoy kunnu náast við báti ella tyrlu. Landslagið í Norðoyggjum er sermerkt av høgum brøttum fjøllum, og eru 7 av teim tíggju tindunum í Føroyum, sum eru yvir 800 metrar, at finna í Norðoyggjum. Her eru størri og smærri bygdir, firðir, sund, dalar og áir. Miðdepilin í Norðoyggjum er Klaksvík, sum er næststørsti býurin í Føroyum og fiskivinnubýur burturav. Men her er annað enn fiskur. Klaksvíkin og Norðoyggjar hava eisini nógv at bjóða teim ferðandi tá hugsað verður um søgu, mentan og vinnulív. Her finst eitt ríkt tónleikalív eins og fleiri listafólk innan málningalist eru at finna her ella stava hiðani. Gistingarmøguleikarnir eru eisini góðir í Norðoyggjum. Í Norðoyggjum finnast nógvar vakrar og áhugaverdar kirkjur og søguligir bygningar. T.d. kunnu nevnast tann stórfingna Christianskirkjan í Klaksvík, tann gamli einahandilin við fornminnasavninum og Leikalund, eins og prestagarðurin Ónagerði á Viðareiði – har hin tiltikna Beinta, sum gav íblástur til skaldsøguna Barbara – einaferð búði, og kirkjan har eru verd at vitja. Hesar oyggjar eru eisini ein fyrisitingarlig eind, ein sýsla og í gomlum døgum eitt prestagjald og eitt vártingsøki. Tær eru høgar og brattar, og lítið av dyrkilendi er í mun til restina av landinum. Men seyðurin í Norðoyum er óføra góður. Oyggjarnar liggja nær við fiskimiðini norðan- og eystanfyri Føroyar, og tá ið útróðurin við áttamannaførum og smærri bátum tók seg upp í seinru helvt av 19. øld, komu nógvir menn sunnan av landi norður higar at rógva út um várarnar og út á summarið. Hetta skapti trivna í teimum mongu smáu bygdunum. Men hesin vinnuvegur helt næstan uppat, eftir at bretskir trolarar í stórum tali komu higar at veiða við troli um aldarskiftið 1900. Sí eisini. Norðoyar, Hetland Sýsla. Ein sýsla (norrønt; "sýsl") er tænastuumdømi hjá sýslumanni. Hvør sýsla var skift sundur í fleiri sóknir, og í hvør sýslu var eitt várting um árið. Gásadalur. Gásadalur sæddur vestanífrá. Tá ið toka stígur upp hóast sólin skínur, nevnist tokan "mjørki". a> er eitt 612 metrar høgt fjall í ein útnyrðing úr Gásadali. Á veg oman til Gásadals við Mykines til vinstru. Gásadalur er ein bygd í Føroyum. Hon liggur vestan fyri Bø í Vágoynni út móti Mykinesfirði og er umgyrd av hægstu fjøllunum í oynni - Árnafjall (722 metrar) fyri norðan og Eysturtindur (715 metrar) fyri eystan. Gásadalur er partur av Sørvágs Kommunu. Alment. Lending er sjáldant møgulig í Gásadali. Tískil vóru bátarnir hjá gásadalsfólki altíð í Bø, og tá ið teir ætlaðu at fara út at fiska, máttu teir fara eftir gøtuni upp um Skarð, ið er umleið 400 metrar høgt. Meðan Føroyar vóru hersettar av Bretlandi undir seinna heimsbardaga, gjørdu Gásadalsmenn í 1940 eina trappu oman til sjógvin. Kortini kundi man neyvan kalla hetta eina havn. Harvið hevur Gásadalur leingi verið einasta bygd í Føroyum uttan vegasamband. Áðrenn Gásadalstunnilin varð bygdur, var bert møguligt at koma til Gásadals við tyrlu ella til gongu. Hesin trupulleikin við sambandi hevur gjørt, at bygdin er minkað nógv seinastu árini. Postmaðurin gekk tá við posti upp um fjallið tríggjar ferðir um vikuna. Tá ið danski filmurin "1700 metrar frá framtíðini" kom út, varð Gásadalur kendur í øllum heiminum. Í 2003 varð møguligt at ganga ígjøgnum Gásadalstunnilin (um ein hevði lykt) og síðan 2005 høvdu gásadalsfólk, ið høvdu lykil til bummin, loyvi at koyra við bili. Í 2006 læt tunnilin upp fyri almennari ferðslu. Tunnilin er 1.410 metrar til longdar og einsporaður. Sambært gásadalsfólki var bygdin avtoftað, var tunnilin ikki komin. Men eingin trygd er fyri, at Gásadalur fer at vaksa aftur. Meirilutin av íbúgvunum eru 60 ár og eldri, og børn búgva ikki leingi í Gásadali. Síðan tunnilin kom ígjøgnum, eru fleiri nýggj hús tó blivin bygd. Gæsa og gæs. Sambært søgu Gásadals hevur bygdin fingið navn eftir Gæsu í Kirkjubø. Hon hevði etið kjøt, hóast tað ikki var loyvt í føstu. Tískil vóru allar ognir tiknar frá henni, og hon mátti flyta til dalin í Vágum. Hinar sagnirnar eru mest um huldufólk. Ein onnur - heldur trúligari - frágreiðing sigur, at navnið kemst av teimum villgásaflokkum, sum frá gamlari tíð hava tikið seg til Gásadals um summarið. Á veg til Gásadals. Hóast tunnilin er tað framvegis trupult at koma til Gásadals. Síðani tunnilin er vorðin veruleiki, hevur tyrlan leingi ikki flogið til Gásadals. Bussurin (Leið 300) koyrir vanliga til Sørvágs og bert einaferð um dagin (um kvøldið) tilkallukoyring til Bíggjar, um sagt verður frá tveir tímar áðrenn ferðina. Av tí at Gásadalsfólk vóru tey einastu, sum høvdu lykil til tunnilin, var í fyrstuni ikki møguligt at koyra til Gásadals hjá øðrum fólki. Tey kundu annaðhvørt ganga ígjøgnum tunnilin ella upp um Skarð. Hetta er tó broytt nú (2006), og bummurin er bert stongdur, tá arbeitt verður í tunlinum. Tann gamla gøtan upp um Skarð er 3.500 metrar til longdar og tekur 2½ tíma. Gingið verður fyrst úti við eggina. Her eigur man at ganga sera varliga, uttan at gloyma at njóta tað framúrskarandi útsýnið yvir Sørvágsfjørð, Tindhólm, Gáshólm og Mykines. Í Gásadali er ongin kirkja. Gudstænasta og lestur eru tískil í skúlanum. Áðrenn kirkjugarðurin varð bygdur í 1873, vórðu fólk borin upp um fjallið og grivin í Bø. Miðskeiðis á ferðini er líksteinurin, ið var tað einasta staðið, har sum berararnir hvíldu. Longri frammi á veg til Gásadals er eisini Keldan Vígda, har sum ein prestur vígdi kelduna til at doypa eitt ógvuliga sjúkt barn, ið mátti til læknan í Bø. Var barnið deytt og ódoypt, hevði tað sambært kristnari trúgv mist sálarinnar frelsu. Næst við Skarð er Risasporið. Søgan greiðir frá tveimum risum, ið búðu í Gásadali og í Mykinesi. Tá ið teir komdu til ilnar, ætlaði gásadalsrisin at ganga til Mykinesar. Hann gjørdi sær renningarlop eftir fjøllunum og megnaði at koma út í Mykines í einum lopi. Sporið sæst enn í dag. Tað er onkuntíð bratt og tungt at ganga niðan Gásadalsbrekkuna av Skarðinum. Og man má ansa eftir tí leysa grótinum. Bókmentir. "Sí eisini:" Bygdir í Føroyum Finnbogi Ísakson. Finnbogi Ísakson (fyrr Isaksen), (føddur 7. februar 1943 í Klaksvík, deyður 7. september 2005) var ein føroyskur politikari, rithøvundur og fjølmiðlamaður í útvarpi, sjónvarpi og í bløðum. Kelda. Ísakson, Finnbogi Ísakson, Finnbogi Ísakson, Finnbogi Skotland. Skotland "(enskt og skotskt Scotland),(skotskt gæliskt: Alba)" er eitt av teim fýra londunum ið mynda Kongsríki Stóra Bretlands og Norðurírlands. Skotland fevnir formliga um norðasta partin av oynni Bretlandi umframt oyggjabólkarnar norðanfyri Suðuroyar, Orknoyar og Hetland umframt aðrar oyggjar har á leið. Orknoyggjar og Hetland gjørdust partur av Skotlandi í 1468, tá tær gjørdust heimafylgja hjá eini danskari prinsessu, sum giftist James 3. kongi. Skotska kongsríkið "Alba" varð savnað í 843 undir Kenneth I skotakong. Kenneth gjørdi Scone í Piktaríkinum til høvuðsstað í ríkinum. Við sær tók hann Lagnusteinin, dalriadiska krýningarsteinin. Í 1296 varð steinurin fluttur í Westminister Abbey, men í 1996 var hann fluttur aftur til Skotlands. Skotska flaggið, "The Saltire", er mett at vera elsta tjóðarflaggið enn í nýtslu. Skotland hevur verið undir bretskum harradømi síðan 1707. Søga. "Høvuðsgrein: Skotlands søga." Seinast í 830-árunum var Skotland fleiri kongsríki, ímillum vóru teirra piktaríkini fyri eystan og norðan og Dalriada fyri vestan. Kongurin í Dalriada æt Kenneth Mac Alpin. Hann setti sær fyri at savna Skotland í eitt ríki, so at teir betur kundu verja seg fyri víkingum. Í 841 rak hann víkingarnar úr Dalariada, síðan gjørdi hann innrás í piktaríkini og rak víkingarnar burtur hiðan. Í 843 gjørdist hann kongur yvir piktum. Fyri vestan bardust Rhoderi Mikli, prinsur av Gwynedd við víkingar og enskar herdeildir, sigraði á teimum og fekk valdið í meginpartinum av Wales. Tá ið Kenneth Mac Alpin doyði í 85, var hann einavaldsharri í nýggja kongsríkinum Skotia norðan fyri ánna Forth. Alt frá tíðliga í 11. øld høvdu enskir kongar verið grammir eftir at leggja Skotland undir seg. Í 1296 sigraði Edward 1. (1239-1307) á skotska herinum og tók ræðið í Skotlandi. Tá ið Edward 1. doyði í 1307, legði Robert Bruce (1274-1329), sum var ein av teimum, ið kravdi skotsku krúnuna, til brots at reka onglendingar úr Skotlandi. Hann tók nógvar borgir og gjørdi slyálop á enskar herdeildir, og í 1314 møtti hann umsíðir enska herinum við Edwardi 2. (1284-1327)) á odda við Bannockburn mitt í Skotlandi. Skotski herurin vann, og Skotland varð frælst í meira enn 300 ár, hóast tað liðu nøkur ár, áðrenn Ongland formliga viðurkendi tað. 1. mai 1707 varð skotskt fullveldi avtikið við Sameiningarsáttmálanum 1707, tá ið Ongland og Skotland vórðu løgd saman í Kongsríki stóra Bretlands. Í 1997 gjørdi fólkaatkvøða av, at skotska tjóðartingið skuldi endurreisast, og at Skotland skuldi fáa heimastýri. Við sonevndu Skotlandslógini varð hetta sett í verk, og skotar sluppu fyrstu ferð síðani sameiningina í 1707 at velja tjóðarting í 1999. Politikkur. "Høvuðsgrein: Skotskur politikkur." Skotland hevur minni sjálvræði enn Føroyar, sum støðan er nú. Hin 18. september 2014 var fólkaatkvøða um loysing í Skotlandi. Úrslitið gjørdist nei til loysing, 55% atkvøddu nei og 45% atkvøddu ja. Samkynt hjúnarlag. Myndugleikarnir í Skotlandi kunngjørdu í juli 2012, at Skotland fer nú at loyva samkyndum at verða vígd, og Skotland er sostatt tann fyrsti parturin av Stóra Bretlandi, sum tekur hetta stigið. Tann katólska kirkjan í Skotlandi er ímóti avgerðini og sigur, at talan er um eitt hættislig stig. Ætlanin hjá stjórnini er so, at lógin skal koma nýggjársdag í 2015. Meiningakanningar hava víst, at meirilutin av tí skotska fólkinum tekur undir við ætlanini hjá stjórnini. Mentan. "Høvuðsgrein: Skotsk mentan." Landafrøði. "Høvuðsgrein: Skotsk landafrøði." At kalla allur norðari partur av Skotlandi er fjallalendi, høgar eggjar við djúpum døum ímillum; ofta renna stríðar áir í dølunum. Uppi í fjøllunum kunnu ofta vera heilt slættar heiðar og mýrar. Loðið er í grasi, og bøndurnir, sum ofta búgva langt frá hvørjum øðrum, hava nógvan seyð, og summir hava eisini ein hóp av neytum. Vøtn eru nógv millum fjøllini, og í summum er væl av sílum. Onglendingum dámar væl at fiska sil, og tl kemur nógv fólk niðan í fjøllini á hvørjum ári at royna eftir sílum. Við summar av teimum størstu áunum hava teir nú bygt elverk. Skógi er heilt lítið til av, men tey seinnu árini eru menn farnir at seta trø niður í stórum. Vesturstrondin í Skotlandi er meinlík teirri norsku; skergarður er allan vegin uttanfyri. Nakað sunnarlaga er tann djúpi Clyde-fjørðurin. Í sunnara parti av Skotlandi er nógv slættlendi, og landið har er væl dyrkað. Á eystursíðuni er fyri tað mesta slættlendi, og har eru fleiri góðar skipahavnir. Búskapur. "Høvuðsgrein: Skotskur búskapur." Skotskt whisky er størsta útflutningsvøran hjá landinum aftaná gass og olju. Bøur. Bøur er ein bygd í Føroyum, ið er í Vágum vestan fyri Sørvági á norðara armi á Sørvágsfirði. Tey gomlu húsini í bygdini liggja í einum trunka við smølum túnum ímillum, og vestast stendur hugnaliga Bíggjar kirkja, sum er bygd í 1865. Útsýnið út móti Tindhólmi, Gáshólmi og Drongunum er helst tað stórbærasta og vakrasta í Føroyum. Fram við strondini er ein lítil sandur, og síðan 1972 er loyvt at drepa grind her. Bøur er gomul bygd, nevnd í Hundabrævinum frá um 1350, men er helst væl eldri. Hon er eisini gomul kirkjubygd, og í skrivligum keldum er nevnt, at kirkja var í Bø í 1710. Nær fyrsta kirkjan í Bø varð bygd er ikki greitt. Eiriksboði. Tann kendasta søgnin úr Bø er um arvastríð. Tveir brøður, Símun og Eirikur, áttu alla jørðina í bygdini í felag, og Eirikur strongdi á at fáa býtt teirra millum. Tað endaði við, at Eirikur drap Símun og fór til bispin í Kirkjubø at lýsa víggið. Bispur lovaði honum fyrigeving, um hann gav kirkjuni og bispi góðar bøtur. Eirikur játtaði, og semjan varð skorin á eitt trækelvi. Eirikur so vestur aftur, og komin inn um Sund, helt hann seg vera komnan úr øllum vanda, men tá reistist ein boði seg og holvdi bátin, og Eirikur druknaði. Boðin eitur Eiriksboði og liggur innan fyri Tindhólm stutt úr landi. At stjala eld. Eigindómurin í bygdini er 18 merkur innan- og uttangarðs, og av hesum eru 13¼ mørk kongsjørð og 4¾ mørk óðalsjørð. Ein søgn sigur frá, hvussu tað bar til, at meginparturin av jørðini fór undir kong. Tá hevur bygdin verið lítil, kanska bert tann eini garðurin. Eldurin á grúgvuni var útkólnaður, og fyri at fáa eld aftur mátti farast í grannabygdina at biðja lív,og hetta var hildið at vera skomm. Ein arbeiðskona var send inn til Sørvágs við ílæti at bera eld í. Eingin var inni, og hon tók nakrar gløður av grúgvuni og fór so rennandi aftur til Bíggjar. Men tá ið hon kom nakað áleiðis, fór at rúka úr ílætinum, og hetta var sætt úr Sørvági og meldað til myndugleikarnar. Tá fór henda jørðin undir kong. Aarup kommuna. Aarup kommuna (danskt: "Aarup kommune"), var ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Aarup kommuna hevði umleið 5.500 íbúgvar. Årslev kommuna. Årslev kommuna (danskt: "Årslev kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Årslev kommuna hevur umleið 9.361 íbúgvar. Ørbæk kommuna. Ørbæk kommuna (danskt: "Ørbæk kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Ørbæk kommuna hevur umleið 6.886 íbúgvar. Ærøskøbing kommuna. Ærøskøbing kommuna (danskt: "Ærøskøbing kommune"), var inntil 2006 ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Vissenbjerg kommuna. Vissenbjerg kommuna (danskt: "Vissenbjerg kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Vissenbjerg kommuna hevur umleið 6.096 íbúgvar. Ullerslev kommuna. Ullerslev kommuna (danskt: "Ullerslev kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Ullerslev kommuna hevur umleið 5.151 íbúgvar. Tranekær kommuna. Tranekær kommuna (danskt: "Tranekær kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Tranekær kommuna hevur umleið 3.467 íbúgvar. Tommerup kommuna. Tommerup kommuna (danskt: Tommerup kommune), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Tommerup kommuna hevur umleið 7.816 íbúgvar. Søndersø kommuna. Søndersø kommuna (danskt: "Søndersø kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Søndersø kommuna hevur umleið 11.234 íbúgvar. Sydlangeland kommuna. Sydlangeland kommuna (danskt: "Sydlangeland kommune"), var til 2007 ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Sydlangeland kommuna hevur umleið 4 080 íbúgvar. Eftir kommunalreformin í 2007 er Sydlangeland nú partur av Langeland Kommune Svendborg kommuna. Svendborg kommuna (danskt: "Svendborg kommune"), er ein kommuna í Región Suðurdanmark (fyrr í Fyns Amt) í Danmark. Svendborg kommuna hevur (2014) 58.296 íbúgvar. Kommunan hevur sæti í Svendborg. Ryslinge kommuna. Ryslinge kommuna (danskt: "Ryslinge kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Ryslinge kommuna hevur umleið 6.924 íbúgvar. Rudkøbing kommuna. Rudkøbing kommuna (danskt: "Rudkøbing kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Rudkøbing kommuna hevur umleið 6.723 íbúgvar. Ringe kommuna. Ringe kommuna (danskt: Ringe kommune), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Ringe kommuna hevur umleið 11.177 íbúgvar. Otterup kommuna. Otterup kommuna (danskt: "Otterup kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Otterup kommuna hevur umleið 10.973 íbúgvar. Odense kommuna. Odense kommuna (danskt: "Odense kommune"), er ein kommuna í Región Suðurdanmark (fyrr í Fyns Amt) í Danmark. Odense kommuna hevur umleið (2014) 193.370 íbúgvar. Odense er størsti býurin á Fyn og triðstørsti býur í Danmark. Borgmeistari er Anker Boye (C). Ævintýrarithøvundurin H. C. Andersen varð borin í heim í Odense í 1805. Nørre Aaby kommuna. Nørre Aaby kommuna (danskt: "Nørre Aaby kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Nørre Aaby kommuna hevur umleið 5.419 íbúgvar. Nyborg kommuna. Nyborg kommuna (danskt: "Nyborg kommune") er ein kommuna í Región Suðurdanmark (fyrr í Fyns Amt) í Danmark. Nyborg kommuna hevur (2014) 31 350 íbúgvar. Munkebo kommuna. Munkebo kommuna (danskt: "Munkebo kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Munkebo kommuna hevur umleið 5.720 íbúgvar. Middelfart kommuna. Middelfart kommuna (danskt: "Middelfart kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Middelfart kommuna hevur umleið (2014) 37.523 íbúgvar. Marstal kommuna. Marstal kommuna (danskt: Marstal kommune), var ein kommuna í Fyns Amt í Danmark, sum í 2006 varð løgd saman við Æreskøbing kommunu, nýggja kommunan fekk navnið Ærø kommuna. Í 2003 var fólkatalið í Marstal kommunu 3.279, kommunan fevndi um 16,75 km2. Langeskov kommuna. Langeskov kommuna (danskt: "Langeskov kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Langeskov kommuna hevur umleið (2006) 6.417 íbúgvar. Kerteminde kommuna. Kerteminde kommuna (danskt: Kerteminde kommune), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Kerteminde kommuna hevur umleið (2014) 23.787 íbúgvar. Haarby kommuna. Haarby kommuna (danskt: "Haarby kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Haarby kommuna hevur umleið 5.037 íbúgvar. Gudme kommuna. Gudme kommuna (danskt: Gudme kommune), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Gudme kommuna hevur umleið 6.407 íbúgvar. Glamsbjerg kommuna. Glamsbjerg kommuna (danskt: Glamsbjerg kommune), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Glamsbjerg kommuna hevur umleið 6.005 íbúgvar. Faaborg kommuna. Faaborg kommuna (danskt: "Faaborg kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Faaborg kommuna hevur umleið 17.325 íbúgvar. Ejby kommuna. Ejby kommuna (danskt: Ejby kommune), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Ejby kommuna hevur umleið 10.046 íbúgvar. Egebjerg kommuna. Egebjerg kommuna (danskt: "Egebjerg kommune"), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Egebjerg kommuna hevur umleið 8.864 íbúgvar. Broby kommuna. Broby kommuna (danskt: Broby kommune), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Broby kommuna hevur umleið 6.273 íbúgvar. Bogense kommuna. Bogense kommuna (danskt: Bogense kommune), er ein kommuna í Fyns Amt í Danmark. Bogense kommuna hevur umleið 6.387 íbúgvar. Assens kommuna. Assens kommuna (danskt: Assens kommune), er ein kommuna í Región Suðurdanmark (fyrr í Fyns Amt) í Danmark. Assens kommuna hevur 41.037 íbúgvar (2014). Allerød kommuna. Allerød kommuna (danskt: Allerød kommune), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Allerød kommuna hevur umleið 24.175 íbúgvar (2014). Birkerød kommuna. Birkerød kommuna (Danskt: "Birkerød kommune"), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Birkerød kommuna hevur umleið 22.321 íbúgvar (2006). Slangerup kommuna. Slangerup kommuna (danskt: Slangerup kommune), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Slangerup kommuna hevur umleið 9.028 íbúgvar (2003). Ølstykke kommuna. Ølstykke kommuna (danskt: "Ølstykke kommune"), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Ølstykke kommuna hevur umleið 15.681 íbúgvar (2006). Stenløse kommuna. Stenløse kommuna (danskt: "Stenløse kommune"), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Stenløse kommuna hevur umleið 13.470 íbúgvar (2006). Skævinge kommuna. Skævinge kommuna (danskt: Skævinge kommune), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Skævinge kommuna hevur umleið 5.886 íbúgvar (2004). Skibby kommuna. Skibby kommuna (danskt: Skibby kommune), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Skibby kommuna hevur umleið 6.684 íbúgvar (2004). Jægerspris kommuna. Jægerspris kommuna (danskt: "Jægerspris kommune"), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Jægerspris kommuna hevur umleið 9.512 íbúgvar (2004). Karlebo kommuna. Karlebo kommuna (danskt: Karlebo kommune), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Karlebo kommuna hevur umleið 19.436 íbúgvar (2004). Hørsholm kommuna. Hørsholm kommuna (danskt: "Hørsholm kommune"), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Hørsholm kommuna hevur umleið 24.709 íbúgvar (2014). Hundested kommuna. Hundested kommuna (danskt: Hundested kommune), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Hundested kommuna hevur umleið 9.765 íbúgvar (2004). Hillerød kommuna. Hillerød kommuna (danskt: Hillerød kommune), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Hillerød kommuna hevur umleið 48.695 íbúgvar (2014). Helsingør kommuna. Helsingør kommuna (danskt: "Helsingør kommune"), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Helsingør kommuna hevur umleið 60.927 íbúgvar. Helsinge kommuna. Helsinge kommuna (danskt: "Helsinge kommune"), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Helsinge kommuna hevur umleið 19.517 íbúgvar (2006). Græsted-Gilleleje kommuna. Græsted-Gilleleje kommuna (danskt: "Græsted-Gilleleje kommune"), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Græsted-Gilleleje kommuna hevur umleið 20.996 íbúgvar. Frederiksværk kommuna. Frederiksværk kommuna (danskt: "Frederiksværk kommune"), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Frederiksværk kommuna hevur umleið 20.324 íbúgvar (2004). Frederikssund kommuna. Frederikssund kommuna (danskt: "Frederikssund kommune"), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Frederikssund kommuna hevur umleið 44.401 íbúgvar (2014). Fredensborg-Humlebæk kommuna. Fredensborg-Humlebæk kommuna (danskt: Fredensborg-Humlebæk kommune), er ein kommuna í Frederiksborg Amt í Danmark. Fredensborg-Humlebæk kommuna hevur umleið 20.024 íbúgvar (2005). Farum kommuna. Farum kommuna (danskt: "Farum kommune"), er ein kommuna í Furesø kommune í Danmark. Farum kommuna hevur umleið 18.737 íbúgvar (2006). Farum kommuna var nógv frammi í fjølmiðlunum í 2002, tá tað kom fram, at borgarstjórin, Peter Brixtofte, hevði oyðslað grovt við kommununnar peningi. Borgarstjórin var seinni dømdur 2 ára fongsul fyri mandatsvik. Hesin dómur varð staðfestur í Hægstarætti 15. apríl 2008. Aars kommuna. Aars kommuna (danskt: Aars kommune), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Aars kommuna hevur umleið 13.322 íbúgvar. Aalborg kommuna. Aalborg kommuna (danskt: "Aalborg kommune") er ein kommuna í Región Norðurjútlandi (fyrr í Nordjylland Amt) í Danmark. Aalborg kommuna hevur umleið 163 231 íbúgvar. Aalborg er vinarbýur hjá Fuglafirði. Aabybro kommuna. Aabybro kommuna (danskt: Aabybro kommune), var ein kommuna í Nordjyllands Amt í Danmark. Aabybro kommuna hevði umleið 11.317 íbúgvar, áðrenn kommunan varð samanløgd við Brovst kommunu, Fjerritslev kommunu og Pandrup kommunu til Jammerbugt kommunu. Samanleggingin fór fram við kommunalreforminum frá 2007, tó vóru kommunustýrislimirnir í nýggju kommununi valdi longu í 2005. Jammerbugt kommuna hevur 27 býráðslimir. Sæby kommuna. Sæby kommuna (danskt: Sæby kommune), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Sæby kommuna hevur umleið 19.969 íbúgvar. Skørping kommuna. Skørping kommuna (Danskt: Skørping kommune), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Skørping kommuna hevur umleið 9.799 íbúgvar (2004). Skagen kommuna. Skagen kommuna (danskt: "Skagen kommune"), er ein kommuna í Nordjyllands Amt í Danmark. Skagen kommuna hevur umleið 12.027 íbúgvar. Støvring kommuna. Støvring kommuna (danskt: Støvring kommune), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Støvring kommuna hevur umleið (2005) 13.057 íbúgvar. Ballerup kommuna. Ballerup kommuna (danskt: "Ballerup kommune"), er ein kommuna í Región Høvuðsstaðnum (fyrr Keypmannahavns Amt) í Danmark. Ballerup kommuna hevur 48.514 íbúgvar (2014). Ishøj kommuna. Ishøj kommuna (danskt: "Ishøj kommune"), er ein kommuna í Keypmannahavns Amt í Danmark. Ishøj kommuna hevur umleið 21.547 íbúgvar (2014). Tårnby kommuna. Tårnby kommuna (danskt: "Tårnby kommune"), er ein kommuna í Keypmannahavns Amt í Danmark. Tårnby kommuna hevur umleið 41.992 íbúgvar (2014). Sindal kommuna. Sindal kommuna (danskt: Sindal kommune), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Sindal kommuna hevur umleið 9.434 íbúgvar. Sejlflod kommuna. Sejlflod kommuna (danskt: "Sejlflod kommune"), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Sejlflod kommuna hevur umleið 9.401 íbúgvar. Pandrup kommuna. Pandrup kommuna (danskt: "Pandrup kommune"), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Pandrup kommuna hevur umleið 10 778 íbúgvar. Nørager kommuna. Nørager kommuna (danskt: "Nørager kommune"), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Nørager kommuna hevur umleið 5.578 íbúgvar. Nibe kommuna. Nibe kommuna (danskt: Nibe kommune), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Nibe kommuna hevur umleið 8.173 íbúgvar. Løkken-Vrå kommuna. Løkken-Vrå kommuna (danskt: Løkken-Vrå kommune), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Løkken-Vrå kommuna hevur umleið 8.824 íbúgvar. Løgstør kommuna. Løgstør kommuna (danskt: "Løgstør kommune"), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Løgstør kommuna hevur umleið 10.364 íbúgvar. Læsø kommuna. Læsø kommuna (Danskt: "Læsø kommune") er ein kommuna, tann minsta í Danmark. Fjórða hvørt ár velja øll eldri enn 18 ár 9 fólk í kommunustýrið. Læsø er ein av teimum 11 kommununum í Región Norðurjútlandi. Allur landsparturin er felags um sjúkrahús, skúlar til ung og tilkomin og høvuðsvegirnar. Landsparturin rindar eisini ein part av tí, tað kostar at hava ferju at sigla á Læsø. Á læsø búgva eini 1.800 fólk, men hvørt summar liggja eini 100.000 ferðafólk nátt í oynni. Fá ferðafólk fara avstað aftur sama dag, tey koma. Umleið 24 fólk búgva á hvørjum km2. Í skúlanum ganga 320 børn úr 1. flokki upp í 10. flokk. Eingin privatskúli er í oynni. Besta sambandið til Læsø er ferjan. Hon siglir ímillum Frederikshavn og Vesterø Havn tvær, tríggjar ferðir um dagin um veturin og tríggjar, fýra ferðir um dagin um summarið. Hobro kommuna. Hobro kommuna (danskt: "Hobro kommune"), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Hobro kommuna hevur umleið 15.222 íbúgvar. Hirtshals kommuna. Hirtshals kommuna (danskt: Hirtshals kommune), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Hirtshals kommuna hevur umleið 14.268 íbúgvar. Hvidovre kommuna. Hvidovre kommuna (danskt: Hvidovre kommune), er ein forstaðarkommuna í Region Hovedstaden í Danmark. Hvidovre kommuna hevur umleið 51.842 íbúgvar (2014). Høje-Taastrup kommuna. Høje-Taastrup kommuna (danskt: "Høje-Taastrup kommune"), er ein kommuna í Keypmannahavns Amt í Danmark. Høje-Taastrup kommuna hevur umleið 48.807 íbúgvar (2014). Ledøje-Smørum kommuna. Ledøje-Smørum kommuna (danskt: Ledøje-Smørum kommune), er ein kommuna í Keypmannahavns Amt í Danmark. Ledøje-Smørum kommuna hevur umleið 10.797 íbúgvar (2006). Lyngby-Tårbæk kommuna. Lyngby-Tårbæk kommuna (danskt: "Lyngby-Tårbæk kommune"), er ein kommuna í Keypmannahavns Amt í Danmark. Lyngby-Tårbæk kommuna hevur umleið (2014) 54 237 íbúgvar. Rødovre kommuna. Rødovre kommuna (danskt: "Rødovre kommune"), er ein kommuna í Keypmannahavns Amt í Danmark. Rødovre kommuna hevur umleið 37.552 íbúgvar (2014). Brønderslev kommuna. Brønderslev kommuna (Danskt: "Brønderslev kommune"), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Brønderslev kommuna hevur umleið 35 627 íbúgvar (2014). Hals kommuna. Hals kommuna (danskt: Hals kommune), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Hals kommuna hevur umleið 11.383 íbúgvar. Hjørring kommuna. Hjørring kommuna (Danskt: "Hjørring kommune") er ein kommuna í Región Norðurjútland (fyrr Nordjylland Amt) í Danmark. Hjørring kommuna hevur 65 405 íbúgvar (2014). Hadsund kommuna. Hadsund kommuna (danskt: "Hadsund kommune"), var kommuna í Nordjylland Amt í Danmark til 2007. Eftir kommunalreformin í 2007 er Hadsund vorðin partur av Mariagerfjord kommunu. Hadsund kommuna hevði umleið 10.914 íbúgvar (2004). Frederikshavn kommuna. Frederikshavn kommuna (Danskt: "Frederikshavn kommune"), er ein kommuna í Región Norðurjútlandi, fyrr Nordjylland Amt í Danmark. Frederikshavn kommuna hevur umleið 60 458 íbúgvar (2014). Størsti býurin í kommununi er Frederikshavn. Fjerritslev kommuna. Fjerritslev kommuna (danskt: Fjerritslev kommune), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Fjerritslev kommuna hevur umleið 8.517 íbúgvar. Farsø kommuna. Farsø kommuna (danskt: "Farsø kommune"), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Farsø kommuna hevur umleið 8.099 íbúgvar. Dronninglund kommuna. Dronninglund kommuna (danskt: "Dronninglund kommune"), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Dronninglund kommuna hevur umleið 15.357 íbúgvar. Brovst kommuna. Brovst kommuna (danskt: "Brovst kommune"), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Brovst kommuna hevur umleið 8 353 íbúgvar (2004). Arden kommuna. Arden kommuna (danskt: "Arden kommune"), er ein kommuna í Nordjylland Amt í Danmark. Arden kommuna hevur umleið 8.543 íbúgvar. Værløse kommuna. Værløse kommuna (danskt: Værløse kommune), er ein kommuna í Keypmannahavns Amt í Danmark. Værløse kommuna hevur umleið 18.633 íbúgvar (2006). Søllerød kommuna. Søllerød kommuna (danskt: "Søllerød kommune"), er ein kommuna í Keypmannahavns Amt í Danmark. Søllerød kommuna hevur umleið 31.920 íbúgvar (2006). Vallensbæk kommuna. Vallensbæk kommuna (danskt: Vallensbæk kommune), er ein kommuna í Región Høvuðsstaðnum (fyrr Keypmannahavns Amt) í Danmark. Vallensbæk kommuna hevur 15.095 íbúgvar (2014). Herlev kommuna. Herlev kommuna (danskt: "Herlev kommune"), er ein kommuna í Región Høvuðsstaðnum (fyrr í Keypmannahavns Amt) í Danmark. Herlev kommuna hevur 27.706 íbúgvar (2014). Glostrup kommuna. Glostrup kommuna (danskt: "Glostrup kommune"), er ein kommuna í Keypmannahavns Amt í Danmark. Glostrup kommuna hevur umleið 22.066 íbúgvar (2014). Gentofte kommuna. Gentofte kommuna (danskt: Gentofte kommune), er ein kommuna í Keypmannahavns Amt í Danmark. Gentofte kommuna hevur umleið 74 282 íbúgvar (2014). Gladsaxe kommuna. Gladsaxe kommuna (danskt: "Gladsaxe kommune"), er ein kommuna í Keypmannahavns Amt í Danmark. Gladsaxe kommuna hevur umleið 66 656 íbúgvar (2014). Dragør kommuna. Dragør kommuna (danskt: "Dragør kommune"), er ein kommuna í Keypmannahavns Amt í Danmark. Dragør kommuna hevur umleið 13.977 íbúgvar (2014). Brøndby kommuna. Brøndby kommuna (danskt: Brøndby kommune), er ein kommuna í Keypmannahavns Amt í Danmark. Brøndby kommuna hevur umleið 34.580 íbúgvar (2014). Albertslund kommuna. Albertslund kommuna (danskt: "Albertslund kommune"), er ein kommuna í Keypmannahavns Amt í Danmark. Albertslund kommuna hevur umleið 27.728 íbúgvar (2014). Billund kommuna. Billund kommuna (danskt: "Billund kommune"), er ein kommuna í Ribe Amt í Danmark. Mitt í Jútlandi liggur Billund beint við heimskenda Legoland. Billund kommuna hevur umleið 8.705 íbúgvar. Blaabjerg kommuna. Blaabjerg kommuna (danskt: "Blaabjerg kommune"), er ein kommuna í Ribe Amt í Danmark. Blaabjerg kommuna hevur umleið 6.509 íbúgvar. Blåvandshuk kommuna. Blåvandshuk kommuna (danskt: Blåvandshuk kommune), er ein kommuna í Ribe Amt í Danmark. Blåvandshuk kommuna hevur umleið 4.368 íbúgvar. Bramming kommuna. Bramming kommuna (danskt: "Bramming kommune"), er ein kommuna í Ribe Amt í Danmark. Bramming kommuna hevur umleið 13.628 íbúgvar. Kommunan legði 1. januar 2007 saman við Esbjerg Kommunu. Brørup kommuna. Brørup kommuna (danskt: "Brørup kommune"), er ein kommuna í Ribe Amt í Danmark. Brørup kommuna hevur umleið 6.513 íbúgvar. Vejen kommuna. Vejen kommuna (danskt: "Vejen kommune"), er ein kommuna í Región Suðurdanmark (fyrr í Ribe Amt) í Danmark. Vejen kommuna hevur 42.667 íbúgvar (2014). Varde kommuna. Varde kommuna (danskt: "Varde kommune"), er ein kommuna í Región Suðurdanmark (fyrr í Ribe Amt) í Danmark. Varde kommuna hevur 49.958 íbúgvar. Fanø kommuna. Fanø kommuna (danskt: Fanø kommune), er ein kommuna í Ribe Amt í Danmark. Fanø kommuna hevur umleið (2014) 3264 íbúgvar. Esbjerg kommuna. Esbjerg kommuna (danskt: "Esbjerg kommune"), er ein kommuna í Ribe Amt í Danmark. Esbjerg kommuna hevur umleið (2014) 115.051 íbúgvar. Helle kommuna. Helle kommuna (danskt: "Helle kommune"), er ein kommuna í Ribe Amt í Danmark. Helle kommuna hevur umleið 8.360 íbúgvar. Grindsted kommuna. Grindsted kommuna (danskt: "Grindsted kommune"), er ein kommuna í Ribe Amt í Danmark. Grindsted kommuna hevur umleið 17.438 íbúgvar. Ribe kommuna. Ribe kommuna (danskt: "Ribe kommune"), er ein kommuna í Esbjerg Kommune í Danmark. Ribe kommuna hevur umleið 18.111 íbúgvar. Ølgod kommuna. Ølgod kommuna (danskt: Ølgod kommune), er ein kommuna í Ribe Amt í Danmark. Ølgod kommuna hevur umleið 11.398 íbúgvar. Holsted kommuna. Holsted kommuna (danskt: "Holsted kommune"), er ein kommuna í Ribe Amt í Danmark. Holsted kommuna hevur umleið 6.967 íbúgvar. Aaskov kommuna. Aaskov kommuna (danskt: "Aaskov kommune"), er ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark. Aaskov kommuna hevur umleið 7.022 íbúgvar. Vinderup kommuna. Vinderup kommuna (danskt: Vinderup kommune), er ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark. Vinderup kommuna hevur umleið 8.035 íbúgvar. Videbæk kommuna. Videbæk kommuna (danskt: "Videbæk kommune"), var ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark til 2007. Videbæk kommuna hevði tá umleið 12 140 íbúgvar (2005). Eftir kommunalreformin í 2007 varð kommunan løgd saman við øðrum kommunum til ta nýggju kommunua, sum eitur Ringkøbing-Skjern kommuna. Hinar kommunurnar sum vóru lagdar saman við Videbæk kommunu til nýggju kommuna eru: Egvad kommuna, Skjern kommuna, Ringkøbing kommuna og Holmsland kommuna. Ulfborg-Vemb kommuna. Ulfborg-Vemb kommuna (danskt: Ulfborg-Vemb kommune), er ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark. Ulfborg-Vemb kommuna hevur umleið 6.959 íbúgvar. Trehøje kommuna. Trehøje kommuna (danskt: "Trehøje kommune"), er ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark. Trehøje kommuna hevur umleið 9.929 íbúgvar. Thyholm kommuna. Thyholm kommuna (danskt: "Thyholm kommune"), er ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark. Thyholm kommuna hevur umleið 3.577 íbúgvar. Thyborøn-Harboøre kommuna. Thyborøn-Harboøre kommuna (danskt: Thyborøn-Harboøre kommune), var ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark. Thyborøn-Harboøre kommuna hevði umleið 4.690 íbúgvar. Við ársbyrjan 2007 gjørdist Thyborøn-Harboøre partur av Lemvig kommunu. Struer kommuna. Danmarkarkort ið vísir hvar ið Struer kommuna liggur Struer kommuna (Danskt: Struer kommune), er ein kommuna í Región Miðjútlandi (fyrr í Ringkjøbing Amt) í Danmark. Struer kommuna hevur umleið 21.533 íbúgvar (2014). Skjern kommuna. Skjern kommuna (danskt: Skjern kommune), var ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark til 2007. Skjern kommuna hevði tá umleið 13 107 íbúgvar (2005). Eftir kommunalreformin í 2007 varð kommunan løgd saman við øðrum kommunum til ta nýggju kommunua, sum eitur Ringkøbing-Skjern kommuna. Hinar kommunurnar sum vóru lagdar saman við Skjern kommunu til nýggju kommuna eru: Egvad kommuna, Ringkøbing kommuna, Videbæk kommuna og Holmsland kommuna. Ringkøbing kommuna. Ringkøbing kommuna (danskt: Ringkøbing kommune), er ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark. Ringkøbing kommuna hevur umleið 17 890 íbúgvar (2004). Eftir kommunalreformin í 2007 varð kommunan løgd saman við øðrum kommunum til ta nýggju kommunua, sum eitur Ringkøbing-Skjern kommuna. Hinar kommunurnar sum vóru lagdar saman við Ringkøbing kommunu til nýggju kommuna eru: Egvad kommuna, Skjern kommuna, Videbæk kommuna, Holmsland kommuna. Lemvig kommuna. Lemvig kommuna (Danskt: "Lemvig kommune"), er ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark. Lemvig kommuna hevur umleið 20 933 íbúgvar (2014). Ikast kommuna. Ikast kommuna (danskt: "Ikast kommune"), er ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark. Ikast kommuna hevur umleið 23.283 íbúgvar. Holstebro kommuna. Holstebro kommuna (Danskt: "Holstebro kommune"), er ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark. Holstebro kommuna hevur umleið 57 338 íbúgvar (2014). Holmsland kommuna. Holmsland kommuna (danskt: Holmsland kommune), var ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark. Holmsland kommuna hevði tá 5 193 íbúgvar (2006). Eftir kommunalreformin í 2007 varð kommunan løgd saman við øðrum kommunum til ta nýggju kommunua, sum eitur Ringkøbing-Skjern kommuna. Hinar kommunurnar sum vóru lagdar saman við Holmsland kommunu til nýggju kommuna eru: Egvad kommuna, Skjern kommuna, Ringkøbing kommuna og Videbæk kommuna. Herning kommuna. Herning kommuna (Danskt: "Herning kommune"), er ein kommuna í Región Miðjútland (fyrr í Ringkjøbing Amt) í Danmark. Herning kommuna hevur umleið 86 842 íbúgvar (2014). Herning er høvuðsbýurin í Herning kommunu. Kommunan varð upprættað í núverandi skapi eftir Kommunalreformin í 2007. Egvad kommuna. Eftir kommunalreformin í 2007 gjørdist Egvad kommuna partur av Ringkøbing-Skjern kommunu Brande kommuna. Brande kommuna (danskt: "Brande kommune"), er ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark. Brande kommuna hevur umleið 8.805 íbúgvar. Aulum-Haderup kommuna. Aulum-Haderup kommuna (danskt: "Aulum-Haderup kommune"), er ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark. Aulum-Haderup kommuna hevur umleið 6.730 íbúgvar. Vallø kommuna. Vallø kommuna (danskt: "Vallø kommune"), er ein kommuna í Roskilde Amt í Danmark. Vallø kommuna hevur umleið 10 337 íbúgvar (2005). Solrød kommuna. Solrød kommuna (danskt: "Solrød kommune"), er ein kommuna í Roskilde Amt í Danmark. Solrød kommuna hevur umleið 21.339 íbúgvar (2014). Skovbo kommuna. Skovbo kommuna (danskt: "Skovbo kommune"), er ein kommuna í Roskilde Amt í Danmark. Skovbo kommuna hevur umleið 14.873 íbúgvar (2005). Roskilde kommuna. Roskilde kommuna (danskt: Roskilde kommune), er ein kommuna í Roskilde Amt í Danmark. Roskilde kommuna hevur umleið 84.219 íbúgvar (2014). Ramsø kommuna. Ramsø kommuna (danskt: "Ramsø kommune"), er ein kommuna í Roskilde Amt í Danmark. Ramsø kommuna hevur umleið 9.320 íbúgvar (2005). Lejre kommuna. Lejre kommuna (danskt: "Lejre kommune"), er ein kommuna í Roskilde Amt í Danmark. Lejre kommuna hevur umleið 26.989 íbúgvar (2014). Køge kommuna. Køge kommuna (danskt: Køge kommune), er ein kommuna í Roskilde Amt í Danmark. Køge kommuna hevur umleið 58.374 íbúgvar (2014). Hvalsø kommuna. Hvalsø kommuna (danskt: "Hvalsø kommune"), er ein kommuna í Roskilde Amt í Danmark. Hvalsø kommuna hevur umleið 7.856 íbúgvar (2005). Gundsø kommuna. Gundsø kommuna (danskt: "Gundsø kommune"), er ein kommuna í Roskilde Amt í Danmark. Gundsø kommuna hevur umleið 15.749 íbúgvar (2005). Greve kommuna. Greve kommuna (danskt: "Greve kommune"), er ein kommuna í Roskilde Amt í Danmark. Greve kommuna hevur umleið 48.095 íbúgvar (2014). Bramsnæs kommuna. Bramsnæs kommuna (danskt: Bramsnæs kommune), er ein kommuna í Roskilde Amt í Danmark. Bramsnæs kommuna hevur umleið 9.391 íbúgvar (2005). Fladså kommuna. Fladså kommuna (danskt: "Fladså kommune"), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Fakse kommuna. Fakse kommuna (danskt: "Fakse kommune"), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Holeby kommuna. Holeby kommuna (danskt: "Holeby kommune"), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Holmegaard kommuna. Holmegaard kommuna (danskt: "Holmegaard kommune"), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Næstved kommuna. Næstved kommuna (danskt: "Næstved kommune"), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Nysted kommuna. Nysted kommuna (danskt: "Nysted kommune"), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Højreby kommuna. Højreby kommuna (danskt: Højreby kommune), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Langebæk kommuna. Langebæk kommuna (danskt: Langebæk kommune), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Maribo kommuna. Maribo kommuna (danskt: Maribo kommune), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Møn kommuna. Møn kommuna (danskt: "Møn kommune"), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Nakskov kommuna. Nakskov kommuna (danskt: "Nakskov kommune"), var ein kommuna í fyrrverandi Storstrøms Amt (nu Region Sæland)í Danmark. Nakskov kommuna bleiv i 2007 saman við 7 kommunun (Holeby, Højreby, Maribo, Rødby, Nakskov, Rudbjerg og Ravnsborg) á Lollandi . lagt undir eina samlaða Lolland Kommunu (danskt: "Lolland Kommune" Nykøbing Falster kommuna. Nykøbing Falster kommuna (danskt: "Nykøbing Falster kommune"), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Vordingborg kommuna. Vordingborg kommuna (danskt: "Vordingborg kommune"), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Sydfalster kommuna. Sydfalster kommuna (danskt: Sydfalster kommune), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Stubbekøbing kommuna. Stubbekøbing kommuna (danskt: "Stubbekøbing kommune"), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Stevns kommuna. Stevns kommuna (danskt: Stevns kommune), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Sakskøbing kommuna. Sakskøbing kommuna (danskt: Sakskøbing kommune), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Nørre Alslev kommuna. Nørre Alslev kommuna (danskt: Nørre Alslev kommune), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Præstø kommuna. Præstø kommuna (danskt: "Præstø kommune"), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Ravnsborg kommuna. Ravnsborg kommuna (danskt: "Ravnsborg kommune"), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Rudbjerg kommuna. Rudbjerg kommuna (danskt: "Rudbjerg kommune"), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Rønnede kommuna. Rønnede kommuna (danskt: "Rønnede kommune"), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Rødby kommuna. Rødby kommuna (danskt: Rødby kommune), er ein kommuna í Storstrøms Amt í Danmark. Bov kommuna. Bov kommuna (danskt: Bov kommune), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Augustenborg kommuna. Augustenborg kommuna (danskt: "Augustenborg kommune"), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Vejle kommuna. Vejle kommuna (danskt: "Vejle kommune") er ein kommuna í Región Suðurdanmark í Danmark. Vamdrup kommuna. Vamdrup kommuna (danskt: "Vamdrup kommune"), er ein kommuna í Vejle Amt í Danmark. Tørring-Uldum kommuna. Tørring-Uldum kommuna (danskt: "Tørring-Uldum kommune"), er ein kommuna í Vejle Amt í Danmark. Bredebro kommuna. Bredebro kommuna (danskt: "Bredebro kommune"), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Broager kommuna. Broager kommuna (danskt: "Broager kommune"), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Christiansfeld kommuna. Christiansfeld kommuna (danskt: Christiansfeld kommune), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Lunderskov kommuna. Lunderskov kommuna (danskt: "Lunderskov kommune"), er ein kommuna í Vejle Amt í Danmark. Nørre-Snede kommuna. Nørre-Snede kommuna (danskt: "Nørre-Snede kommune"), er ein kommuna í Vejle Amt í Danmark. Kolding kommuna. Kolding kommuna (danskt: Kolding kommune), er ein kommuna í Región Suðurdanmark (fyrr Vejle Amt) í Danmark. Juelsminde kommuna. Juelsminde kommuna (danskt: "Juelsminde kommune"), er ein kommuna í Vejle Amt í Danmark. Jelling kommuna. Jelling kommuna (danskt: Jelling kommune), er ein kommuna í Vejle Amt í Danmark. Tønder kommuna. Tønder kommuna (danskt: "Tønder kommune") er ein kommuna í Región Suðurdanmark (fyrr í Sønderjyllands Amt) í Danmark. Vojens kommuna. Vojens kommuna (danskt: Vojens kommune), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Aabenraa kommuna. Aabenraa kommuna (danskt: Aabenraa kommune), er ein kommuna í Región Suðurjútland (fyrr í Sønderjyllands Amt) í Danmark. Tinglev kommuna. Tinglev kommuna (danskt: "Tinglev kommune"), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Brædstrup kommuna. Brædstrup kommuna (danskt: "Brædstrup kommune"), er ein kommuna í Vejle Amt í Danmark. Børkop kommuna. Børkop kommuna (danskt: Børkop kommune), er ein kommuna í Vejle Amt í Danmark. Gram kommuna. Gram kommuna (danskt: "Gram kommune") er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Gråsten kommuna. Gråsten kommuna (danskt: Gråsten kommune), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Haderslev kommuna. Haderslev kommuna (danskt: "Haderslev kommune"), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Højer kommuna. Højer kommuna (danskt: "Højer kommune"), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Lundtoft kommuna. Lundtoft kommuna (danskt: "Lundtoft kommune"), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Løgumkloster kommuna. Løgumkloster kommuna (danskt: "Løgumkloster kommune"), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Nordborg kommuna. Nordborg kommuna (danskt: "Nordborg kommune"), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Nørre-Rangstrup kommuna. Nørre-Rangstrup kommuna (danskt: "Nørre-Rangstrup kommune"), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Rødding kommuna. Rødding kommuna (danskt: "Rødding kommune"), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Rødekro kommuna. Rødekro kommuna (danskt: Rødekro kommune), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Skærbæk kommuna. Skærbæk kommuna (danskt: Skærbæk kommune), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Sundeved kommuna. Sundeved kommuna (danskt: Sundeved kommune), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Sydals kommuna. Sydals kommuna (danskt: "Sydals kommune"), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Horsens kommuna. Horsens kommuna (Danskt: "Horsens kommune") er ein kommuna í Región Miðjútlandi í Danmark. Landafrøði. Í norðara parti av Horsens kommunu, sunnanfyri Mossø, er næsthægsta náttúrliga hæddarpunktið í Danmark, Yding Skovhøj, 170,77 metrar yvir havið, sum er beint vestanfyri tað hægsta náttúrliga hæddarpunktið í Danmark, Møllehøj, 170,86 metrar yvir havið, og triðhægsta Ejer Bavnehøj, 170,35 metrar yvir havið, bæði tey síðstnevndu eru í Skanderborg kommunu. Hedensted kommuna. Hedensted kommuna (Danskt: Hedensted kommune), er ein kommuna í Vejle Amt í Danmark. Give kommuna. Give kommuna (danskt: "Give kommune"), er ein kommuna í Vejle Amt í Danmark. Gedved kommuna. Gedved kommuna (danskt: "Gedved kommune"), er ein kommuna í Vejle Amt í Danmark. Fredericia kommuna. Fredericia kommuna (danskt: Fredericia kommune), er ein kommuna í Vejle Amt í Danmark. Egtved kommuna. Egtved kommuna (danskt: "Egtved kommune"), er ein kommuna í Vejle Amt í Danmark. Sønderborg kommuna. Sønderborg kommuna (danskt: "Sønderborg kommune") er ein kommuna í Región Suðurdanmark (fyrr í Sønderjyllands Amt) í Danmark. Aalestrup kommuna. Aalestrup kommuna (Danskt: Aalestrup kommune), var ein kommuna í Viborg Amt í Danmark. Kommunan var niðurløgd í 2006. Eftir Kommunalreformin (2007) varð størstiparturin av kommununi lagdur undir Vesthimmerlands kommunu, meðan tveir minni partar av kommununi gjørdust partar av ávikavist Viborg kommunu og Mariagerfjord kommunu. Viborg kommuna. Viborg kommuna (Danskt: "Viborg kommune"), er ein kommuna í Región Miðjútlandi (fyrr í Viborg Amt) í Danmark. Tjele kommuna. Tjele kommuna (danskt: Tjele kommune), var ein kommuna í Viborg Amt í Danmark. Kommunan varð niðurløgd pr. 31. desember 2006. Síðan 1. januar 2007 hevur økið verið partur av Viborg kommunu í Región Miðjútlandi. Thisted kommuna. Thisted kommuna (danskt: Thisted kommune) er ein kommuna í Región Norðurjútlandi (fyrr í Viborg Amt) í Danmark. Sydthy kommuna. Sydthy kommuna (danskt: "Sydthy kommune"), er ein kommuna í Viborg Amt í Danmark. Sundsøre kommuna. Sundsøre kommuna (danskt: "Sundsøre kommune"), er ein kommuna í Viborg Amt í Danmark. Spøttrup kommuna. Spøttrup kommuna (danskt: "Spøttrup kommune"), er ein kommuna í Viborg Amt í Danmark. Skive kommuna. Skive kommuna (Danskt: "Skive kommune"), er ein kommuna í Viborg Amt í Danmark. Sallingsund kommuna. Sallingsund kommuna (danskt: "Sallingsund kommune"), er ein kommuna í Viborg Amt í Danmark. Møldrup kommuna. Møldrup kommuna (danskt: "Møldrup kommune"), er ein kommuna í Viborg Amt í Danmark. Bjergsted kommuna. Bjergsted kommuna (danskt: "Bjergsted kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Dianalund kommuna. Dianalund kommuna (danskt: "Dianalund kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Gørlev kommuna. Gørlev kommuna (danskt: "Gørlev kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Haslev kommuna. Haslev kommuna (danskt: "Haslev kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Hvidebæk kommuna. Hvidebæk kommuna (danskt: "Hvidebæk kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Jernløse kommuna. Jernløse kommuna (danskt: "Jernløse kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Kalundborg kommuna. Kalundborg kommuna (danskt: "Kalundborg kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Dragsholm kommuna. Dragsholm kommuna (danskt: "Dragsholm kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Fuglebjerg kommuna. Fuglebjerg kommuna (danskt: "Fuglebjerg kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Hashøj kommuna. Hashøj kommuna (danskt: "Hashøj kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Holbæk kommuna. Holbæk kommuna (danskt: "Holbæk kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Høng kommuna. Høng kommuna (danskt: "Høng kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Korsør kommuna. Korsør kommuna (danskt: "Korsør kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Nykøbing-Rørvig kommuna. Nykøbing-Rørvig kommuna (danskt: "Nykøbing-Rørvig kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Ringsted kommuna. Ringsted kommuna (danskt: "Ringsted kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Skælskør kommuna. Skælskør kommuna (danskt: "Skælskør kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Kjellerup kommuna. Kjellerup kommuna (danskt: Kjellerup kommune), er ein kommuna í Viborg Amt í Danmark. Morsø kommuna. Morsø kommuna (danskt: "Morsø kommune"), er ein kommuna í Region Nordjylland í Danmark. Hvorslev kommuna. Hvorslev kommuna (danskt: Hvorslev kommune), er ein kommuna í Viborg Amt í Danmark. Karup kommuna. Karup kommuna (danskt: "Karup kommune"), er ein kommuna í Viborg Amt í Danmark. Hanstholm kommuna. Hanstholm kommuna (danskt: "Hanstholm kommune"), er ein kommuna í Viborg Amt í Danmark. Fjends kommuna. Fjends kommuna (danskt: "Fjends kommune"), er ein kommuna í Viborg Amt í Danmark. Bjerringbro kommuna. Bjerringbro kommuna (danskt: "Bjerringbro kommune"), er ein kommuna í Viborg Amt í Danmark. Tølløse kommuna. Tølløse kommuna (danskt: "Tølløse kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Trundholm kommuna. Trundholm kommuna (danskt: "Trundholm kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Tornved kommuna. Tornved kommuna (danskt: "Tornved kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Svinninge kommuna. Svinninge kommuna (danskt: "Svinninge kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Stenlille kommuna. Stenlille kommuna (danskt: "Stenlille kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Sorø kommuna. Sorø kommuna (danskt: "Sorø kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Slagelse kommuna. Slagelse kommuna (danskt: "Slagelse kommune"), er ein kommuna í Vestsjællands Amt í Danmark. Aarhus kommuna. Århus kommuna (Danskt: "Århus kommune") er ein kommuna í Región Miðjútlandi (fyrr í Århus Amt) í Danmark. Them kommuna. Them kommuna (Dansk: "Them kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Sønderhald kommuna. Sønderhald kommuna (danskt: "Sønderhald kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Skanderborg kommuna. Skanderborg kommuna er ein partur av Región Miðjútlandi. Venstremaðurin Jens Grønlund, borgarstjóri í Galten kommunu, varð við kommunuvalinum 2005 valdur sum formaður fyri sammanleggingarnevndini og harvið borgarstjóri í tí verandi Skanderborg Kommunu. Landafrøði. Hægsta náttúrliga punktið í Danmark, Møllehøj, 170,86 metrar yvir havið, og Ejer Bavnehøj, 170,35 metrar yvir havið, eru í tí syðra partinum av kommununi í ein útsynning av Skanderborg ýi, við Yding Skovhøj móti vestri er Horsens kommuna. Himmelbjerget liggur í vestara parti av kommuni. Silkeborg kommuna. Silkeborg kommuna (Danskt: "Silkeborg kommune"), er ein kommuna í Región Miðjútlandi (fyrr í Århus Amt) í Danmark. Samsø kommuna. Samsø kommuna (Danskt: "Samsø kommune"), er ein kommuna í Región Miðjútlandi (fyrr í Århus Amt) í Danmark. Rønde kommuna. Rønde kommuna (danskt: "Rønde kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Ry kommuna. Ry kommuna (danskt: "Ry kommune"), var ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Eftir kommunalreformin í 2007 var kommunan løgd saman við øðrum kommunum til Skanderborg kommunu. Rougsø kommuna. Rougsø kommuna (danskt: "Rougsø kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Rosenholm kommuna. Rosenholm kommuna (danskt: "Rosenholm kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Randers kommuna. Randers kommuna (Danskt: "Randers kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Purhus kommuna. Purhus kommuna (danskt: "Purhus kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Hammel kommuna. Hammel kommuna (danskt: "Hammel kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Hadsten kommuna. Hadsten kommuna (danskt: "Hadsten Kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Hinnerup kommuna. Hinnerup kommuna (danskt: "Hinnerup kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Grenaa kommuna. Grenaa kommuna (danskt: "Grenaa kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Hørning kommuna. Hørning kommuna (danskt: "Hørning kommune"), var ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Eftir kommunalreformin í 2007 var kommunan løgd saman við øðrum kommunum til Skanderborg kommunu. Langå kommuna. Langå kommuna (danskt: "Langå kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Mariager kommuna. Mariager kommuna (danskt: "Mariager kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Midtdjurs kommuna. Midtdjurs kommuna (danskt: "Midtdjurs kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Gjern kommuna. Gjern kommuna (danskt: "Gjern kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Galten kommuna. Galten kommuna (Danskt: "Galten kommune"), var ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Eftir kommunalreformin í 2007 var kommunan løgd saman við øðrum kommunum til Skanderborg kommunu. Odder kommuna. Odder kommuna (Danskt: "Odder kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Nørre Djurs kommuna. Nørre Djurs kommuna (danskt: "Nørre Djurs kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Nørhald kommuna. Nørhald kommuna (danskt: "Nørhald kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Ebeltoft kommuna. Ebeltoft kommuna (Danskt: "Ebeltoft kommune"), er ein kommuna í Århus Amt í Danmark. Ukraina. Ukraina (ukrainskt: "Україна" ella "Ukrajina") er eitt land í Eysturevropa við 45,4 milliónum íbúgvum. Tað hevur mark við Russland, Hvítarussland, Pólland, Slovakia, Ungarn, Rumenia, Moldova, ikki-alment viðurkenda landið Transnistria og Svartahavið. Landið lýsti seg sjálvstøðugt í 1991. Ukraina er næststørsta land í Evropa, næst eftir Russlandi, um hugt verður at fermetratalinum. Høvuðsstaðurin er Kiev við 2,6 milliónum. Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Ukreina, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Ukraina. Søga. Kievríkið var eitt land frá umleið 880 til umleið helmingin av 12. øld. Økið fevndi um Dnepr-dalin, ið lá í núverandi Ukraina, men fevndi eisini um partar av tí sum nú er Hvítarussland og partar av dagsins Russlandi. Ríkið fór til grundar eftir mongolsku innrásina, og tað sum nú er Ukraina gjørdust partur av Pólland-Litava, sum var eitt ríki frá 1569 til 1795. Í 1986 var ringasta kjarnorkuvanlukka í heiminum í Tjernobyl. Geislavirkin evni vórðu spjadd víða um og gjørdu skaða á fólk, djór og umhvørvi, bæði í, men eisini uttanfyri landið. Víðu, fruktagóðu fløturnar í Ukraina og ovurnógva kolið gjørdu, at landið var eitt hitt sterkasta lýðveldið í Sovjetsamveldinum (1922–1991). Síðan Ukraina fekk sjálvstýri í 1991, hava viðurskiftini við Russland verið vánalig, serliga tí at londini hava ikki verið samd um, hvør eigur skip og vápn, ið vóru samogn í sovjettíðini. Uppreistur. Harðir samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og løgregluna í Kiev í februar 2014. Síðani november 2013 hava fólk mótmælt sitandi forsetanum í Ukraina. Støðan er spent í Ukraina, og stúrt verður fyri, at ófriðurin millum andstøðuna og stjórnardeildir, sum hevur verið í høvuðsstaðnum, fer at breiða seg til aðrar býir, og at tað endar við borgarakríggi. Tað byrjaði í november 2013, tá sitandi forsetin Viktor Janukovitsj valdi at lata vera við at skriva undir eina avtalu við ES. Avtalan, sum nógv hildu fór at slóða fyri ukrainskum ES-limaskapi, var klár at skriva undir, men í evstu løtu bakkaði forsetin út. Janukovitsj sá út til at vera fyri avtaluni, men trýst úr Russlandi fekk forsetan at hálsa um, og fyri hann hevði tað størri týdning at vera væl við Vladimir Putin enn at førka Ukraina nærri Vesturevropa og USA. Hetta hevur fingið øði í fólk, sum halda, at tættari samstarv við bæði USA og ES hevði gagnað vanliga ukrainanum nógv meir enn samstarvið við Russland, og tey siga, at Janukovitsj bara arbeiðir fyri tey ríku í landinum. Fyri tað mesta hava mótmælini verið friðarlig, men 1. januar 2014 gjørdust tey harðligari, tí Janukovitsj fyri at steðga mótmælunum setti eina lóg í gildi, sum segði, at øll mótmælistiltøk skulu góðkennast av stjórnini, og at brot á lógina kann revsast við upp í tíggju ára fongsli. Lógin segði millum annað eisini, at fólk, sum møttu upp til mótmælini við maskum ella í hjálmi, skuldu fáa stórar bøtur. Nógv halda, at stjórnin við hesum vil skerja teirra rættindini, og eftirhondini er mótstøðan ikki bert ein rørsla fyri ES-limaskapi, men ein rørsla ímóti sitandi stjórnini, sum eisini verður løgd undir at vera korrupt. Sagt verður frá, at løgreglan fer harðliga fram móti mótmælisfólkum, og píning og eyðmýking av tiknum mótmælisfólkum er gerandiskostur. Tað er servanda løgregluliðið Berkut, sum hoyrir undir innlendisráðið, ið hevur til uppgávu at hava eftirlit við stórum mannamúgvum. Berkut er tiltikið fyri at brúka harðskap til at røkja sína uppgávu, og Amnesty International hevur longu heitt á myndugleikar um at kanna søgur um óneyðugan harðskap frá Berkut í sambandi við mótmælini. Amerikanski varaforsetin Joe Biden hevur tosað í telefon við Janukovitsj í februar og hevur heitt inniliga á hann um ikki at brúka harðskap til at steðga mótmælunum. Sambært USA hevur ukrainska stjórnin eina ábyrgd av at loysa spenningin millum partarnar. Býir. Kyiv er høvuðsstaðurin í Ukraina. Har eru m.a. nógv gomul kleystur og gamlar kirkjur. Odessa er ein stórur havna- og ídnaðarbýur. Har eru eisini stórar skipasmiðjur og kornsiloir. Kharkiv og Donetsk eru eisini stórir ídnaðarbýir, har verða landbúnaðarmaskinur framleiddar. Búskapur. Næstan alt Ukraina er opið landbúnaðarlendi. Har var kornkamarið í Sovjetsamveldinum, men har er eisini ídnaður. Tey framleiða t.d. nógv stál, klæði, kol og maskinur. Ukraina hevur verið tætt knýtt til Russland, tí landið hevur fingið at at kalla alla orku frá russiskum gassi. Hetta er upphavið til fleiri kreppur millum londini síðani Sovjetsamveldið fór í søguna í 1991. Ukraina hevur eisini havt trupulleikar við at gjalda fyri gassið. Í 2015 ynskir Ukraina at keypa gass frá øðrum, og tá er tað fyrst og fremst gass sum Noreg og Bretland framleiða. Landbúnaður. Besta jørðin er í Eysturukreina, sonevnda "svarta jørðin". Á ovurvíðu fløtunum eru akrar, so langt eygað ber. Her er ikki so nógv avfall sum í til dømis kaukasuslýðveldunum, men breiðu, møku áirnar, tær størstu eru Dnjestrá og Dneprá, gera at væl ber til at veita vatn á fruktagóðu, svørtu moldina. Næstan 75% av Ukraina eru fruktabarar fløtur, nevndar "steppur". Stórur partur av hesum flatnalendi er veltur og av bestu kornjørð. Ukraina varð kallað "kornbing í Sovjetsamveldinum", tí at so nógv korn, til dømis bygg, havri, bókhveiti, mais, hveiti og rúgur, kom haðan. Yvir 23% av øllum kortinum, Sovjetsamveldið brúkti í 1990, varð velt í Ukraina. Mesta fólkið býr eisini á bygd og fæst við jarðarbrúk, tað ger, at tey eru sjálvbjargin við mati. Breyð er høvuðsmatur og verður etið allar máltíðir. Ukrainar baka alskyns sløg av breyði, t.d. kornbreyð, fullkornsbreyð og rugbreyð. Ídnaður. Í Ukraina er nógv til bæði av jarni og koli, og har eru mangir stórir ídnaðarbýir. Í Donetslækkanum eru t.d. størstu kolalindirnar í Evropa. Her eru eisini nógvur ídnaður og kola- og vatnorkuverk, sum veita fimtstørstu stál- og jarnvirkjum í heiminum ravmagn. Aðrar verksmiðjur gera metalið til og smíða maskinur og skip burtur úr tí. Men mong nám og mangar verksmiðjur geva lítið av sær, og ídnaðinum tørvar nýíløgur. Nógvur metalmálmur, til dømis blýggj, kopar, uran, sink, jarn og mangan, koma hiðani. Fólkið. Í Ukraina eru viðurskiftini ring ímillum upprunafólkið og mongu russararnar, ið vórðu eggjaðir at flyta higar í sovjettíðini. Fimtingurin av fólkinum eru russar í 2010. Sovjettstýrið í Moskva royndi at fáa burtur munin ímillum fólkasløgini í Sovjetsamveldinum og noyddi tey, ið ikki vóru russar, at læra seg russiskt og taka við russiskari mentan, so at tey skuldu gloyma sína egnu mentan. Mark Oliver Everett. Mark Oliver Everett betri kendur sum Mr. E (føddur 10. apríl 1963 í Virginia, USA) er ein amerikanskur tónleikari, sangari og sangskrivari. Hann stovnaði rocktónleikabólkin Eel í 1995 og er frontmaður har. Hann er sonur kenda amerikanska fysikaran Hugh Everett. Hann byrjaði at spæla trummur sum seks ára gamal og hevur skrivað sangir síðan hann var 10 ára gamal. Í 1987 flutti hann úr Virginia til California. Har gav hann sítt fyrsta tónleikaalbum út í 1992 hjá Polydor. í 2007 gav hann út sjálvævisøgubókina "Things the grandchildren should know". Bob Dylan. Bob Dylan (upprunaliga Robert Allen Zimmerman) er ein amerikanskur tónleikari. Hann er føddur 24. mai 1941 í Duluth, Minnesota í USA. 1941. 1941 (MCMXLI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár. Fyrsti dagurin var ein mikudagur. 1939. 1939 (MCMXXXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár. Fyrsti dagurin var ein sunnudagur. 1938. 1938 (MCMXXXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár. Fyrsti dagurin var ein leygardagur. Andlát. 24. mars - Jørgen-Frantz Jacobsen, rithøvundur. 1937. 1937 (MCMXXXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár. Fyrsti dagurin var ein fríggjadagur. 1935. 1935 (MCMXXXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1934. 1934 (MCMXXXIV'") var eitt ár, ið byrjaði á einum mánadegi eftir tígregorianska kalendaranum. Árið er 1934inda ár eftir okkara tíðarrokning og eftir krist, 934inda árið í øðrum ártúsundi, 34inda árið í 20. øld, og fimta árið í 1930-árunum. 1933. 1933 (MCMXXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1931. 1931 (MCMXXXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1930. 1930 (MCMXXX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1927. 1927 (MCMXXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi. Hendingar. Ein Volvo bilur frá 1927 Bókmentir. "To the Lighthouse" hjá Virginiu Woolf. 1925. 1925 (MCMXXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1923. 1923 (MCMXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1922. 1922 (MCMXXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi. Bókmentir. "The Waste Land" hjá T.S. Elliot 1921. 1921 (MCMXXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1919. 1919 (MCMXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1917. 1917 (MCMXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. Bókmentir. "Prufrock and other Observations" hjá T.S. Elliot 1915. 1915 (MCMXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1913. 1913 (MCMXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1909. 1909 (MCMIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. Ókend dagseting. Mynd:First photo of a football match in the Faroe Islands 1909.jpg|thumb|Allarhelst fyrsta fotomynd av fótbóltsdysti millum føroysk feløg 1907. 1907 (MCMVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár. Fyrsti dagurin var ein týsdagur. 1905. 1905 (MCMV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár. Fyrsti dagurin var ein sunnudagur. 1904. 1904 (MCMIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1903. 1903 (MCMIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1902. 1902 (MCMII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. Bókmentir. "Heart of Darkness" hjá Josef Conrad 1901. 1901 (MCMI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. Hendingar. Føroyska fiskimarkið verður sett út á 3. fjórðingar 1900. 1900 (MCM) var sambært gregorianska kalendaranum ikki eitt leypár, men sum undantak eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. Hendingar. 27. februar - Fótbóltsliðið F.C. Bayern verður stovnað í München í Týsklandi. 6. mars - Ein kolaminuspreinging í West Virginia í Amerika hevur við sær, at 50 menn lata lív. 14. apríl - Heimssýningin letur upp í París í Fraklandi. Millum annað verður fyri fyrstu ferð víst fram: parisarahjól, dieselmotorar, telefon og rullutrappur. 2. juli - Fyrsta flogferð við luftskipi (Zeppelin). Flogið verður yvir vatnið Bodesee tætt við Friedrichshafen í Týsklandi. 8. september - Melduródnin Galveston. Størsta melduródnsvanlukka í Amerika nakrantíð hevur við sær, at 8 000 fólk lata lív. 1897. 1897 (MDCCCXCVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1898. 1898 (MDCCCXCVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1899. 1899 (MDCCCXCIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1895. 1895 (MDCCCXCV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. 2006. 2006 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum sunnudegi. 2007. 2007 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum mánadegi. 2008. 2008 (MMVIII) var eitt skotár, ið byrjaði á einum týsdegi eftir tí gregorianska kalendaranum. Árið er nummar 2008 aftaná kristi føðing, áttunda árið í triðja ártúsund, áttunda árið í 21. øld, og níggjunda árið í 2000-árunum. November. Nicholas II sarur í 1898. 2009. 2009 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum hósdegi. 2010. 2010 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum fríggjadegi. 2011. 2011 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum leygardegi. Bardagin í Mannafalsdali. Bardagin í Mannafalsdali er ein føroysk søgn um stríð millum føroyingar um byggingina av Kirkjubømúrinum (eisini nevnt Magnus katedralurin). Av og á verður hetta sagnarstríð nevnt Føroya einasta borgarakríggj. Søgnin. Eftir søgnini var hetta stríðið í tíðini, meðan maður nevndur "Mús" var bispur í Kirkjubø. Mús bispur legði høgar skattir á føroyingar til tess at gjalda fyri kirkjuna, sum tá var í gerð í Kirkjubø. Fólk sunnanfyri Hórisgøtu, t.e. í Suðurstreymoy, Sandoy, Skúvoy og Suðuroy, samdust um saman at halda ímóti bispinum. Bispurin fekk fólkið norðanfyri Hórisgøtu í part við seg. Hin norðari parturin ætlaði at savna herlið fyri at herja á syðra partin og kúga hann undir bispin. Men syðri parturin fekk frænir av hesum, gjørdi skjótt av, savnaði egið herlið og fór norður at herja á hin norðara partin. Í Mannafalsdali, sum er norðanfyri Kaldbaksbotn, hittust herliðini og brustu saman. Sunnanmenninir vóru við undirlutan og máttu víkja. Grasið í dalinum sigst vera reytt, og hetta sigst vera av tí nógva blóðinum, sum tá fleyt. Árið eftir komu sunnanmenninir aftur at hevna ósigurin. Tá stóð stríðið í dalinum við Kollafjørð. Sunnanmenninir høvdu fingið bóndan í Akrabergi og synir hansara, sum vóru av frísaætt og heidnir, at ganga á odda fyri stríðnum. Sunnanmenninir vóru eisini styrktir við tveimum víkingaskipum. Hesuferð vóru sunnanmenninir við yvirlutan. Bispurin flýggjaði og slapp heilskapaður til Kirkjubøar og sunnanmenninir aftaná. Sunnanmenn tordu tó ikki at bróta dyr at fara inn eftir bispi, so teir sendu hin heidna bóndan í Akrabirgi eftir bispi. Bispurin kláraði at sleppa upp á kirkjumúrin við øks í hendi. Akrabergsbóndin og synirnir hættaðu sær ikki upp eftir honum, so teir settust at bíða. Tríggjar dagar og nætur seinni fall bispurin í óvit av svongd og tosta, og datt av múrinum, og varð straks dripin av bóndanum. Kirkjumúrurin, sum enn stendur óliðugur, verður nú nevndur Kirkjubømúrurin. Søga. Søgufrøðingar ivast ikki í, at Erlendur bispur (?-13. juni 1308) læt Dómkirkjuna í Kirkjubø byggja. Skal søgnin takast fyri fult, so má Erlendur bispur vera Mús bispur. Hans Jacob Debes ivast tó í um meir enn ein søguligur kjarni er í søgnini. Kirkjubyggingin má hava verið kostnaðarmikil fyri so lítið samfelag, sum hitt føroyska helst var tá. Tí er væl møguligt, at Erlendur hevur fingið fólkið ímóti sær. Tó at meiri kann vera satt í søgnini, so eru eingi prógv fyri tí. Eftir søgnini gongur alt hetta fyri seg meðan Mús er bispur í Kirkjubø. Erlendur varð vígdur til bisp í Føroyum í januar í 1269. Og hann doyði 13. juni 1308. Kjarnin í søgnini má hava gingið fyri seg innanfyri hesa tíðina. Super Sonic. Super Sonic (2004 - 2006) var dansk/føroyskur rokkbólkur, stovnaður av millum øðrum fyrrverandi sangaranum í føroyska bólkinum Chase, Edmund Jacobsen. Hinir limirnir vóru danir; Simon Fontana, Matthew Anyanwu og Bent Venø. Jógvan Waagstein. Jógvan (Joen) Waagstein (4. september 1879 í Klaksvík - 15. desember 1949 í Tórshavn) var ein føroyskur songlærari, kórleiðari, urguleikari, tónasmiður og málari. Jógvan Waagstein er ein undangongumaður í føroyskari myndlist, ið tók seg upp stutt eftir aldamótið 1900. Hann varð borin í heim í Klaksvík, fekk sær útbúgving sum skúlalærari og virkaði alt lív sítt sum kennari, serstakliga við Tórshavnar Kommunuskúla. Waagstein var av tí serstaka musikalska Toftanesslagnum, har ein stórur partur av tónleikarum okkara hevur sínar røtur, og tónleikur hevði hansara størsta áhuga. Hann var songlærari og kórleiðari, gav út bøkur og annað tilfar til songundirvísing og var urguleikari við Havnar kirkju. Waagstein var gávuríkur tónasmiður, og hann hevur smíðað mong umhildin løg til føroyskar fosturlandssangir og aðrar yrkingar, eitt nú eftir Janus Djurhuus, Hans A. Djurhuus og Christian Matras, ið eru vorðin fólkaogn, 32 teirra eru at finna í "Songbók Føroya Fólks". Stóran týdning fekk arbeiði hansara við at savna gomul føroysk sálmaløg og leggja tey til rættis til kirkjubrúk. Jógvan Waagstein hevði eisini stóran áhuga fyri málningalist. Sum tónleikari var hann professionellur, málningurin kom í aðru røð, men eisini á hesum øki fekk hann sera nógv frá hondini. Hann var sjálvlærdur: - "Tað sindrið av vitan, eg havi um málarí, havi eg fingið frá frú Heilmann og frk. Taylor", hevði hann á sinni fyri munni. Flora Heilmann (1872-1944), prestafrúa á Viðareiði og vinkona hennara, amerikanski ferðandi rithøvundurin Elizabeth Taylor (1856-1932), málaðu báðar, Waagstein má hava hitt tær, helst á Viðareiði, og har fingið nakað av kunnleika til málningakynstrið. Men seinni fekk hann eisini undirvísing á "Statens Tegnelærerkursus" í Keypmannahavn, og í 1919 var hann námsferð í Keypmannahavn og Týsklandi. Í ungdómsárum Jógvans vaknar tjóðskaparkenslan í Føroyum, við henni ansur fyri máli og nýggjum skaldskapi, men eisini nýskapandi list í víðari merking, og møguleikin letur seg upp fyri at bera fram kenslur ikki bara við orðum, men eisini við tónum og myndum. Áhugin fyri fólksins siðbundnu mentan vekir eisini áhuga fyri landslagnum - tí umhvørvi, sum okkara serstaka mentan er runnin av. Tann norðurlendska romantiska landslagslistin, m.a. danska gullaldarmálaríið, er íblástur Jógvans, stundum kennist eitt brá av franskari impressionismu. Málarin fer út í náttúruna við myndafóti sínum og málarakassa, leitar upp vøkur útsýni yvir dalar og fjøll og stríðist við at festa sína kveiking á løriftið. Við málningum eftir Waagstein og hansara nýskapandi javnaldrum Niels Andreas Kruse og Kristini í Geil síggja føroyingar á fyrsta sinni lýsingar av sínum egna landslag, og meginpartin av 20. øld hevur landslagið verið megintemað í føroyskari myndlist. Í langari røð av málningum lýsir Jógvan Waagstein tað føroyska landslagið, sum eingin hevði áður, hann sýndi fram málningar sínar í Havn, men umframt hevði hann framsýningar í Keypmannahavn, Oslo og Glasgow. 1. øld. (1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld - aðrar øldir) 1. øld var øldin, ið vardi frá 1 til 100. Skagafjörður kommuna. Skagafjörður kommuna (íslendskt: Sveitarfélagið Skagafjörður), er ein kommuna í Íslandi. FLOT. FLOT er svimjifelagið hjá íbúgvarunum í Nes Sóknar kommunu og Runavíkar kommunu. Felagið varð stovnað 2. apríl í 1984, og eftir at hava verið niðurlagt, varð tað endurstovnað í 1992. Síðani hevur felagið verið virkið og hevði í 2005 umleið 80 virknar limir. Venjingin fer fram í svimjihylinum í Tofta Skúla, sum er 16,67 m til longdar. Birita Debes. Ein av svimjarunum hjá FLOT, sum hevur klárað seg sera væl í 2010, er Birita Debes. Hóast hon var juniorur í 2010, so setti hon fleiri føroysk senior met. Eitt av metunum setti hon, tá hon sum fyrsta føroyska kvinnan vann gull á norðurlendsku svimjistevnuni. Tað gjørdi hon á NJM stevnuni í Kastrup í Danmark 11. desember 2010, hon vann gull í 100 metrar ryggsvimjing. Nagorno-Karabakk. Nagorno-Karabakk er ein umstrýddur landspartur, ið landafrøðiliga liggur í Aserbadsjan, men sum Armenia kannar sær. Føroyskir fótbóltsmeistarar. Føroyska landskappingin í fótbólti er løgd um nakrar ferðir frá stovnan í 1942. Ein tann týdningarmesta broytingin var í 1976, tá ið beinleiðis upp og niðurflyting millum deildirnar varð innførd. Talið av feløgum, ið hava kappast um FM-heitið hevur verið ymiskt. Okkurt av teimum fyrstu árunum vóru einans 4 feløg í kappingini. Hetta talið er tó síðani fleiri ferðir justerað. Frá 1976 til 1987 vóru fyri tað mesta 8 lið og síðani 1988 hava verið 10 lið í bestu deildini. Við at spæla úti og heima ímóti hvør øðrum, hava feløgini síðan 1988 spælt 18 dystir um árið. Fram til og við 1995 fekk vinnandi felag 2 stig fyri sigur, men frá 1996 vórðu 3 stig latin. Í 2005 varð kappingin enn einaferð umskipað. Tað vóru framhaldandi 10 feløg í bestu deildini, men nú spældu tey 3 ferðir móti hvørjum øðrum, so dystartalið hækkaði til 27 dystir. Eisini broytti besta deildin í 2005 navn til Formuladeildin eftir høvuðsstuðlinum formula.fo. Í 2005 varð næstbesta deildin framvegis rópt 2. deild, men í 2006 broytti næstbesta deildin navn til 1. deild. Í 2009 broytti besta deildin navn frá Formuladeildin til Vodafonedeildin. Fótbóltur í Føroyum. Føroyar eru við í nógvum altjóðakappingum til dømis EM og HM í fótbólti. Søga. Tann 18. juli 1909 spældi HB sín annan dyst ímóti Tvøroyrar Bóltfelag í Havn, sum HB vann 3-1. Føroyskur fótbóltur hevur røtur aftur í 19. øld. Í apríl mánaði 1892 stovnaðu tvørámenn "Tværå Boldklub" TB, sum sostatt gjørdist fyrsta fótbóltsfelagið. Nógv ár gingu, áðrenn nakað annað felag varð stovnað, so TB spældi fyri tað mesta móti eingilskum trolaramanningum og trongisvágmonnum, ið møguliga eisini høvdu eitt felag um tað mundið. Smb. hundrað ára minnisritinum hjá TB eru menn tó ósamdir í hesum máli. Fyrsta veruliga fótbóltsfelag, sum varð stovnað eftir hetta, var Havnar Bóltfelag (HB), ið sá dagsins ljós í oktober 1904. Klaksvíkingar høvdu tó longu í august stovnað "Klagsvigs Idrætsforening" KÍ, men fóru teir har norðuri tó ikki at spæla fótbólt fyrr enn í 1911. Í 1942 byrjaði landskappingin í føroyskum mansfótbólti. Henda kapping hevur síðani á hvørjum ári staðfest, hvat felag er best í Føroyum. Men øll byrjan er torfør, og tí var eingin kapping í 1944 orsakað av bólttroti. Kappingin er broytt fleiri ferðir. Týdningarmesta broytingin hendi undan leikárinum 1976, tá ið beinleiðis upp- og niðurflyting millum deildirnar varð innførd. Í 1988 varð 1. deild víðkað til 10 feløg. Í 1996 innførdi fótbóltssambandið regluna um, at vinnandi liðið í einum dysti fekk 3 stig. Í 2005 varð kappingin umløgd enn einaferð, so nú spæla liðini í 1. deild 27 dystir hvør móti øðrum. Skeiva dystartalið ger, at nú fáa summi lið tveir heimadystir móti onkrum mótstøðuliði, meðan tey fáa tveir útidystir móti onkrum øðrum. Skipanin er roynd í nøkur ár í Danmark, og enn er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu um virðið í hesi skipan fyri føroyskan fótbólt. Í 1955 varð ein føroysk steypakapping sett á stovn. Føroysk feløg høvdu tó undan hesum dystast um ymisk steyp, men hetta var fyrstu ferð, at steypakapping í fótbólti varð fyriskipað undir ÍSF. Tá ið Fótbóltssamband Føroya varð stovnað í 1979, tóku teir sær av øllum føroyskum fótbóltskappingum. Bóltfeløg. AB, B36, Streymur, FS Vágar, GÍ, HB, ÍF, KÍ, MB, NSÍ, B71, Skála, SÍ, TB, B68, Undri FF, FC Suðuroy. HM fótbóltur. HM í fótbólti (enskt: FIFA World Cup) er størsta undirhaldshending í heiminum. Einki annað tiltak savnar líka nógv fólk frammanfyri sjónvarpsskermarnar sum hendan kappingin, ið verður avgjørd fjórða hvørt ár. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. FIFA verður stovnað. Í 1904 var fundur hildin í Paris við tí endamáli at seta á stovn eina heimssamgongu fyri fótbóltssambond. - Federation Of International Football Asssociations (FIFA), sum samgongan kom at eita, hevði upprunaliga sjey limalond; Belgia, Danmark, Frakland, Niðurlond, Spania, Sveis og Svøríki. Bretsku fótbóltssambondini (Ongland, Skotland, Írland og Wales) vóru ikki umboðað á fundinum, m.a. orsaka av, at fótbólturin longu var professionel ítrótt í Bretlandi. Nýstovnaða fótbóltssamgongan setti sær m.a. sum mál at skipa fyri eini Heimsmeistarakapping. Bretar seta seg uttanfyri. Tá ið Fyrri Heimsbardagi brast á, var FIFA vaksið og kundi nú av røttum kallast ein heimsfelagsskapur; Brasil, Argentina, USA og "heimalondini" Ongland, Írland, Skotland og Wales vóru nú komin við. Hóast hesa vaksandi undirtøku vóru trupulleikar fyri framman. Eftir kríggið vildi Ongland (og teir fingu stuðul frá Skotlandi, Írlandi, Wales, Fraklandi og Belgia) ógvuliga treyðugt spæla dystir móti gomlu fíggindunum úr Týsklandi, Eysturríki og Ungarn, og á fundi í Bruxelles í 1919 varð samtykt "ikki at hitta neutralar samgongur ella neutral feløg, ið hava spælt móti samgongum, ella feløgum úr Miðveldunum", og soleiðis settu bretar seg sjálvar uttanfyri heimsfelagsskapin. Í Belgia broyttu tey skjótt meining, tí tey skuldu vera OL-vertir í 1920, og kundu tí ikki loyva sær slíkan hugburð. Fótbóltur er fyri professionellar. Á fundinum í 1926 staðfesti Henri Delauny, sum var formaður í fronsku fótbóltssamgonguni, at "Ein altjóða fótbóltskapping kann ikki longur vera partur av Olympisku Leikunum, ið er fyri amatørar, tí professionalisman er komin. Spurningurin var bara, hvussu ein professionellur fótbóltsspælari skuldi definerast. Bretsku fótbóltssamgongurnar, ið nú aftur vóru komnar upp í FIFA, ivaðust ikki og settu fram sína definitión fyri hinum limalondunum; men tey høvdu ilt við at semjast um bretsku loysnina, og hesaferð var ósemjan verri at bøta, og tí hildu bretar seg burtur frá Heimsmeistarakappingini í mong ár. Men HM kom tó kortini. Fyrsta HM endaspælið verður fyrireikað. Á FIFA fundinum í 1928 varð skotið upp at fara undir fyrireikingarnar til HM kappingina í fótbólti. 25 limalond atkvøddu fyri uppskotinum; bert Svøríki, Danmark, Noreg, Finnland og Estland atkvøddu ímóti. Hugo Meisl fekk uppgávuna at leggja kappingina til rættis. Meisl var ein av fremstu monnunum í Miðevropiskum fótbólti, og hevði um hetta mundið skipað fyri teimum væleydnaðu kappingunum Mitropa Cup, ið var kapping fyri feløg, og Nations Cup, ið var fyri landsliðini hjá Kekkoslovakia, Eysturríki, Sveis, Italia og Ungarn. Fyri at kappingin skuldi eydnast og av røttum kunna bera heitið "Heimsmeistarakapping Í Fótbólti", mátti ein háttur finnast at fáa londini í Suðuramerika við. Tey lond, sum ynsktu at vera vertir, vóru Svøríki (hóast teir høvdu atkvøtt ímóti kappingini!), Niðurlond, Spania og Ungarn; men kortini var tað Uruguei, sum fekk heiðurin. Landið vann Olympisku kappingina í 1928 og bjóðaði sær til at rinda allar útreiðslurnar hjá teimum luttakandi landsliðunum. Myndahøggarin Abel Lafleur evnaði steypin til, ið fekk navnið "Jules Rimet Steypið" at heiðra formannin hjá FIFA, tí hansara eldhugur hevði verið so avgerandi fyri at fáa HM kappingina av bakkastokki. Luttakarar (13). Argentina - Belgia - Bolivia - Brasil - Kili - Frakland - Jugoslavia - Meksiko - Paraguei - Peru - Rumenia - USA - Uruguei. Trongisvágur. Trongisvágur er ein bygd í Suðuroynni, sum hoyrir til Tvøroyrar Kommunu. Trongisvágur er tó eldri bygd enn Tvøroyri. Tvøroyri varð ikki bygt fyrr enn í 1830'unum, tá Kongaligi Einahandilin læt upp krambúð á Tvøroyri. Trongisvágur liggur rundan um Trongisvágsfjørð, bygdin gongur næstan heilt út til Hvítanes á norðaru síðu av fjørðinum, runt um fjørðin, suður um fjørðin til áleið har sum Drelnes er (har sum Saltsiloin er). Ferjulegan hjá Smyrli eitur Krambatangi og er beint eystanfyri Trongisvág á syðra armi av Trongisvágsfirði. Grannabygdin fyri sunnan er Øravík. Ein ítróttarhøll er í Trongisvági, har er eisini Trongisvágs Skúli, ein kantina og barnaansing hjá Tvøroyar Kommunu. Fleiri ítróttarfeløg venja og spæla dystir í ítróttarhøllini, m.a. flogbóltsfelagið TB, borðtennisfelagið TBF og TB hondbóltur og TB innandura fótbóltur. Nevnast kann eisini, at fleiri kendir TBarar eru úr Trongisvági. Kampingpláss er á parkeringsøkinum sunnanfyri ítróttarhøllina, tað er væl vitjað í summarhálvuni. Viðarlundin í Trongisvági. Á veg til Hvalbiartunnilin koyrir ein framvið Viðarlundini í Trongisvági. Viðarlundin er sera hugnalig. Har rennur ein á gjøgnum viðarlundina, gøtur eru gjørdar inni í viðarlundini og benkur og grillir eru settar upp, so fólk kunnu hugna sær har. Akrar. Akrar er lítil niðursetubygd á sunnara armi á Lopransfirði í Suðuroy. Í 1955 búðu 73 fólk í bygdini. Í 1970-árunum fór bygdin at minka, og í 2015 búðu 19 fólk har. Um navnið. Skriftformurin Akrar, sum higartil hevur verið vanligur, setur navnið í samband við kornvelting. Tey sakligu viðurskiftini á staðnum tala ímóti hesari tolking. Navnið gongur óivað aftur til eitt gamalt norrønt hvørkikynsorð øgr ’lítil vík’, í hvørjumfalli fleirtali øgrum, í hvørsfalli agra. Av hesum formum er formurin Agrar runnin sum sekunderur hvørfalsformur (og hevur skift til kvennkyn). Søga. Fyrsti maður, ið setti búgv á Økrum, var úr Sumba. Hetta var í 1818. Seinri fluttu onnur til bygdina. Kendasti maður á Økrum er Poul Johannes Midjord (1823-1908), ið var táttayrkjari. Hann giftist við dóttur nesbóndans hinu megin fjørðin, men tað var ikki við bóndans vilja, og sagt verður, at Poul Johannes fór eftir unnustu síni á nátt og flutti hana yvir um fjørð, uttan at foreldrini vistu av. Kendasti táttur hansara er eisini "Nesbóndatátturin", har hann ger gjøldur burtur úr verfaðirinum. Ein annar kendur maður av Økrum er politikarin Jacob Vestergaard, ið var fiskimálaráðharri Føroya undir fyrru og seinnu stjórn Kaj Leo Holm Johannesen, m.a. í tíðini, tá ið ES setti handilsforðingar (boykot) í verk ímóti Føroyum orsakað av trætuni um silda- og makrelkvotuna. Jacob Vestergaard stóð tó fastur við sína áskoðan og vann ósemjuna, ið endaði við, at ES noyddist at slaka og ganga við til, at Føroyar fekk størri kvotu, enn ES upprunaliga hevði ætlað. Porkeri. Porkeri er ein bygd og kommuna í Suðuroynni. Bygdin liggur á eystursíðuni á oynni uttalaga á norðara armi á Vágsfirði. Porkeris skúli varð tikin í nýtslu í 1984. Skúlin er skipaður við 7 ára skúlagongd og halda næmingarnir fram í framhaldsdeildini í Vágs skúla. Skúlaárið 2005/2006 arbeiddu 3 lærarar í skúlanum, onkur fulla tíð og aðrir niðursetta tíð. Barnatalið í skúlanum var tá 29. Um veturin eru ymisk tilboð til kvøldskúlaundirvísing, t.d. kunnu tilboð vera um undirvísing í postalínsmáling, hondarbeiði og seyming. Luttøkutalið liggur vanliga um 40-60. Fimleikarhøllin verður nógv nýtt, serliga vetrarhálvuna. Eitt borðtennisfelag varð stovnað í Porkeri í 2009, tað nevnist Purkan. Nýggjur skúladepil varð bygdur í Grønudali í Porkeri, beint við Hov. Hann varð tikin í nýtslu í 2009. Í skúladeplinum eru tveir skúlar: Miðnámsskúli og Heilsuskúli. Gamla kirkjan. Kirkjan er bygd í 1847. Hon stendur í tí gamla partinum av kirkjugarðinum, har eisini aðrar kirkjur hava staðið undan hesari. Kirkjan er bygd av viði og er takt við flagi. Klædningurin er tjøraður, meðan grundin, vindeyguni, hurðarnar, vindskeiðirnar og tornið eru hvít. Innan er kirkjan ómálað. Altartalvan vísir Jesus í Getsemane og er helst meira enn 200 ár gomul. Á altarinum standa fýra messingstakar; teir tveir við hvør sínum ljósi og tveir við 4 ljósum hvør, og kirkjan eigur 4 altardúkar; allir hesir lutirnir eru givnir. Á altarinum standa eisini tveir gipsfigurar við áskriftini St. Johannes og St. Paulus og tann gamli kalikurin frá 1825 og tann nýggjari frá 1987. Í kórinum stendur gamli doypifunturin úr viði við tinfati frá 1789 og tann nýggjari, sum er olmussugáva frá 1923, og er málaður hvítur. Mannfólkamegin í kirkjuni eru 13 stólar, og konufólkamegin eru 12 stólar, har umleið 150 fólk kunnu sita. Í kirkjuni hanga 3 ljósakrúnur, ið eru olmussugávur, og á vegginum hanga eisini tvær minnistalvur. Í kirkjuni hongur modell av sluppuni "Beinisvørð", sum er ein gáva. Úppi yvir hurðini í forkirkjuni hongur ein navnafjøl viđ árstalinum MDCCCXLVII og við forbókstavunum hjá teimum, sum bygdu kirkjuna; í forkirkjuni stendur eisini gamalur gravsteinur við m.a. árstalinum 1640 og kirkjubússan, sum er modell av kirkjuni. Á loftinum stendur orglið frá 1981. Fyrsta orglið fekk kirkjan stutt eftir 1900. Í torninum hongur gamla kirkjuklokkan frá 1952 og tann nýggjara, sum er givin í 1976. Á úthurðini er útskorin rosett og kongakrúna- árstalið 1847 og C R VIII. Søga. Ymsar metingar eru um, hvussu gomul bygdin er, men roknast kann við, at hon er millum elstu bygdir í Føroyum, tí fyrstu ferð navnið Porkeri kemur fyri, er í Hundabrævinum umleið 1350, har nevnt verður, at í Porkeri skal vera ein seyðahundur. Hvør upprunin til navnið Porkeri er, eru ymsar sagnir um. Tann mest kenda man vera tann, at tá fyrsti maður, ið búsettist í Porkeri, fór at velta jørðina, kom hann fram á purkur í moldini. Søgnin sigur, at Hovgrímur høvdingi í Hovi skuldi hava havt svínagerði her á staðnum, og at tað vóru purkur av hesum svínum, ið fyrsti niðursetumaðurin fann. Tí gav hann plássinum navnið Purkurgerði, ið seinni er blivið til Porkeri Porkeris Bygdarsavn. Porkeris Bygdarsavn er ein sjálvognarstovnur, sum Føroya Landsstýri góðkendi sum ein stuðulsøkjandi stovn tann 19. mars 1997. Porkeris Bygdarsavn eigur Gamla Skúla, sum varð bygdur í 1888, og ognina Í Eystrum, sum hevur verið elligamal bústaður í Porkeri. Í Eystrum eru sethús, sornhús og fjós. Í Eystrum. Porkeri er eisini ein av gomlu bygdunum við fleiri býlingum. Hin ovasti er býlingurin "í Eystrum". Hann er gamal býlingur, og har vóru bert eini hús. Eitt lítið festi var í húsunum, sum gjøgnum øldir er gingið frá faðiri til elsta son. Fyrst í 19. øld bygdi næstelsti sonurin í Eystrum nýggj hús eystan fyri gomlu húsini, og tey fingu navnið "í Skálanum". Síðani hava tvinni hús verið í Eystrum. Húsini, ið nú standa uppi, eru bygd um 1870, og har hava búð fólk til um 1970. Nú standa húsini í Eystrum tóm. Kvívík. Kvívík er ein bygd í Streymoy, á gomlum donskum stavað Quivig. Kvívík er ein gomul bygd, sum er nógv vaksin í nýggjari tíð. Í Kvívík er ein krambúð. Har er sparikassi og posthús. Meginparturin av fólkinum í Kvívík arbeiðir aðrastaðni enn í heimbygdini. Nógvir menn eru til fiskiskap við skipum, ið hoyra heima ymsastaðni í landinum, og nógv av heimafólkunum arbeiða í Havn. Í Kvívík eru tó tvær handverkarafyritøkur, ið hava nógv at gera, og sjálvandi er nakað av landbúnaði í bygdini eisini. Søga. Í Kvívík eru gamlar víkingatoftir, ið hava sín uppruna í landnámstíðini í 9. ella 10. øld. Tá grivið varð út fyri einum pakkahúsi í tíðarskeiðnum millum 1870 og 1880, komu kvívíkingar fyrstu ferð fram á hesar toftir. Í 1942 fór veruligur útgrevstur fram á staðnum, við tí fyri eyga, at kanna vavið av hesum toftum og at kanna hesar víkingatoftir meiri nágreinliga, m.a. staðfesta nær tær eru reistar. Tey elstu húsini, sum standa uppi í Kvívík í dag, eru bygd í 18. øld. Kvívík er elligomul kirkjubygd. Trúðbótin var lógarfest í Danmark í 1536, og Ólavssøkudag í 1541 vórðu fleiri upprunaligir katólskir prestar vígdir til lutherska tænastu. Ein teirra, harra Pætur Lýðarsson, var prestur í Kvívík (Lenvig, 1990). Undantikið eitt tíðarskeið í 1600 talinum, tá prestasæti var norðuri í Kjalnesi í Kollafirði, hevur prestur havt sæti í Kvívík. (Lenvig, 1990) Prestgarðurin varð settur á verandi grund á Kirkjuteigi einaferð í tíðarskeiðinum frá 1807 til 1839. Aðrenn tað hevur helst ligið nakað sunnanfyri verandi prestagarð. Í 1852 varð prestagarðurin bygdur av nýggjum, og seinni eru ymsar minni tillagingar gjørdar (Lenvig, 1998). Í einum kirkjusýni frá 1709 verður greitt frá einari kirkju lagað av gróti, brósta innan við viði, hevði 8 benkur hvørju megin og takt við nævur og flag. Hesar kirkjurnar er stundum nevndar bóndakirkjurnar. Júst hvar henda kirkjan hevur staðið, er óvist. Í 1723 verður kirkja bygd í núverandi gamla kirkjugarðinum, sum verður tikin niður og bygt uppafur í 1754. Munandi umvælingar verða gjørdar í 1794-97, og í 1838 verður nýggj kirkja bygd, sum rúmar øllum teimum 162 sóknarfólkunum, ið tá eru. Hesi árini er Kvívík í stórari menning, og kirkjan verður skjótt ov lítil. Núverandi kirkja, sum er lagað úr gróti, er bygd framman (norðan) fyri prestagarðin í 1903 (Lenvig, 1998) Skúlin í Kvívík varð tikin í nýtslu í 1907. Har ganga næmingar úr Kvívík, av Stykkinum og av Skælingi. 22. august 1976 varð nýggi skúlin í Kvívík vígdur av Ejvindi Vilhelm varabispi. Børnini á Válinum ganga í skúla í Vestmanna og børnini í Leynum ganga í skúla í heimbygdini. Í løtuni eru ongi børn í skúlaaldri á Skælingi. Frá 6. flokki fara børnini í Kvívík, á Stykkinum, í Leynum og á Skælingi í framhaldsskúla í Vestmanna. 57 næmingar ganga í bygdarskúlanum í Kvívík. Á framhaldsdeildini í Vestmanna eru 30 næmingar úr Kvívíkar kommunu. Í bygdini er eisini eitt samkomuhús. Tað er arbeiðsmannafelagið Samvirki ið eigur og rekur bygda- og ungdómshúsið, sum eitur Glæman. Tað er karmur um felagslívið í bygdini. Í Kvívík er eisini eitt róðrarfelag. Í 2010 varð nýggjur dagstovnur bygdur og tikin í nýtslu 16. august 2010. Har eru stovur til børn í vøggustovu, barnargarði og til frítíðarskúlabørn. Stovnurin eitur Dagstovnurin Áarlon. Stovurnar til tey smærru børnini eita Sóljan og Summardáin, barnagarðsstovurnar eita Smæran og Blákollan, Frítíðarskúlin eitur Frítíðarstovan Túgvublóman. Kappróður. Í Kvívík er eitt róðrarfelag, sum eitur Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag. Sum navnið sigur er tað fyri alla sóknina. Bátarnir hjá felagnum eru ljósabláir, teir hava myrkabláar stokkar og reyða rond. Felagið hevur róð kapp í trimum bátum: Junkarin, sum er eitt 5 mannafar, Kvívíksbáturin, sum er eitt 8 mannafar og Kvívíkingur, sum eisini er eitt 8 mannafar. Keldur. Lenvig, Rólant, 1990, Kvívíkar kirkja, eitt hefti, ið varð givið út í samband við urguvígsluna 18. november, 1990. Lenvig, Rólant, 1998, Kvívíkar kirkja, í Kirkjunar í Føroyum, Yngru hválvkirkjurnar, Ed. J. P. Gregorisssen, s. 188-207, Forlagið í Stølpum. Hósvík. Hósvík er ein bygd á eystursíðuni á Streymoy. Bygdin var til 2004 sjálvstøðug kommuna, men við kommunuvalið 2003 gjørdist Hósvík partur av nýggju stórkommununi í sundalagnum, Sunda Kommuna. Navnið Hósvík kemur av norrøna navninum Tórsvík (Þórsvík). Ein kirkja er í Hósvík, hon varð vígd 15. desember 1929. Hósvík var nýggjársbygd. Hagar komu fólk fyrr úr grannabygdunum at vitja og dansa á nýggjárinum. Ítróttur. Hósvík hevur eitt róðrarfelag, sum eitur Hósvíkar Róðrarfelag. Bátarnir eru myrkabláir við svartari rond. Felagið eigur tvey 5-mannafør: Falkur og Heykur og eitt seksmannafar: Hósvíkingur. Hósvíkingur hevur vunnið FM tríggjar ferðir: 1985, 1986 og 1987 og Heykur einaferð: 2020 Hvannasund. Hvannasund er ein bygd í Viðoy, á gomlum donskum stavað Quannesund. Bygdin Hvannasund er uppkallað eftir sundinum millum Borðoy og Viðoy. Bygdin er bundin saman við Borðoy við eini byrging um Hvannasund – hinumegin byrgingina er bygdin Norðdepil. Strandfaraskipið Ritan siglir fleiri ferðir um dagin frá Hvannasundi til tær báðar eystastu oyggjarnar Fugloy og Svínoy. Við Hvannasund, sum skilir Borðoy og Viðoy, liggja bygdirnar Hvannasund og Norðdepil. Kommunan eitur Hvannasunds kommuna og fevnir um bygdirnar Hvannasund, Múla, Norðdepil, Depil og Norðtoftir. Bygdin Hvannasund liggur á Viðoynni meðan hinar fýra bygdirnar eru á Borðoynni. Í kommununi búgva umleið 460 fólk. Á Fossanesi er felagsskúli fyri alla kommununa og har ganga umleið 50 børn. Vinna. Høvuðsvinnan í kommununi er útróður. Hvannasund er millum tey fremstu útróðraplássini í Føroyum. Fiskurin frá útróðrarbátunum verður seldur á uppboðssøluni í Klaksvík. Í bygdini er tó eitt flakavirki, ið ikki longur keypir fisk frá útróðrarbátum á plássinum, men keypir virkið sína rávøru á uppboðssølunum, serliga á uppboðssøluni í Klaksvík. Í kommununi er eisini stórt alivirksemi. Felagið Eystlaks hevur bæði smoltalistøð og sjógvalistøð. Á smoltalistøðini á Norðtoftum verða 1,5 milliónir laksasmolt framleidd um árið. Sjógvalistøðin framleiðir 3.000 tons av kruvdum laksi árliga. Í Hvannasunds kommunu arbeiða 25 fólk hjá Eystlaks. Onnur arbeiða í Klaksvík, har fyritøkan hevur kryvjivirki, og samlaða árliga lønarútgjaldingin er 9 milliónir krónir. Hvannasunds kirkja. Hvannasunds kirkja varð vígd í 1949. Løgin hending 28. mai 2008. Tann 28. mai 2008 var Hvannasund fyri einum løgnum fyribrigdi, ið minti mest um eina flóðaldu. Veðrið var av tí besta henda dagin, tá ið brádliga fór at súða, og síðan setti nógvur sjógvur inn í sundið sunnaneftir. Frá tí, at vatnstøðan var lægst, tá sjógvurin dró út úr sundinum, til hon aftur var í hæddini, var ein munur upp á einar 2,5-3 metrar. Sjógvur stóð heilt niðan móti egningarskúrunum í bygdini, og tá fjaraði aftur, stóðu bátar á turrum botni, og fiskur spraklaði í fjøruni. Orsøkin til fyribrigdið er ókend. Fólk hugsaðu, at talan mátti vera um omanlop, ið hevði verið har á leið, men eingin kennir til nakað omanlop. Livar Nysted - kendur havrógvari úr Hvannasundi. Havrógvarin Livar Nysted er úr Hvannasundi og býr har við familju síni. Hann hevur fleiri ferðir róð um høv, tað einu ferðina, í 2010, setti hann saman við 2 bretum og einum íra heimsmet. Teir tóku eitt 114-ára gamalt heimsmet, sum tveir norðmenn settu í 1896. Teinurin var tvørtur um Norðuratlantarhavið úr New York til St. Mary í Scilly Oyggjunum, teir róðu teinin á 43 dagar, 21 tímar og 26 minuttir og komu í land á Scillyoyggunum hin 31. juli 2010. Stór móttøka varð í Hvannasundi fyri Livari, tá hann kom heimaftur hin 5. august 2010. Har var reyður løpari, fýrverk og røður, eitt nú helt borgarstjórin, Veronika Petersen, røðu fyri Livari. Í januar 2013 fer Livar á nýggja ævintýraferð, hesaferð tvørtur um Suðuratlantarhavið. Aftur hesaferð verður Leven Brown skipari á ferðini. Norðskáli. Norðskáli er ein bygd í Eysturoy. Norðskáli er rættiliga gomul bygd, helst gongur søgan nakað aftur í miðøldina. Hon er minsta markatalsbygd í landinum, bert 4 merkur. Hetta bar í sær, at í tí longu tíðini, meðan jørðin var avgerðandi lívsgrundarlagið, kundu bert fá fólk lívbjarga sær á staðnum. Ymiskt bendir á, at fyrstu, fáu, búfólkini bert hava støðast har í styttri tíð í senn, hava verið uppisitarar í nøkur ár, og eru so flutt aftur til heimbygdina. Tá loyvt varð at leggja inn gerði, gjørdist grundarlag fyri einum størri fólkatali. Upprunaligi bøurin liggur frá Stórá og norður á Garðar. Í hesum samanhangi skulu vit eisini síggja elsta býlingin í bygdini, Reynið og Tøðuna. Navnið Garðsendi ber boð um, at hetta var markið norðureftir. Hetta sæst eisini týðiliga á eini tekning frá 1789, ið ein av luttakarunum á kanningarferðini hjá skotanum Stanley gjørdi ein summardag, tá ið teir róðu av Hvalvík og norður til Eiðis. Menn hava tó ikki bert dúvað uppá jørðina, men róð út við smærri bátum, tá ið líkindi vóru til tað. Seinni hevur bygdin breitt seg norðureftir og suðureftir, væl suður um hagamarkið móti Oyri. Vøksturin í fólkatalinum má eisini her síggjast í mun til lívsgrundarlagið, sum av álvara batnar aftaná 1800. Nú verða gerðini løgd inn - gerði, ið ikki bara geva húsum navn, men sum eru støðið undir húsarhaldinum saman við útróðri og seinni skipsfiskiskapinum. Hesa tíðina er sostatt neyðugt at fáa inntøkuna frá fleiri síðum til lívsins uppihald. Vár og summar til skips og hitt hálvárið til at velta og annað landbúnaðararbeiði. Handilsmenn hava hesa tíðina nógvar streingir at spæla uppá. Teir taka ofta ímóti fiski, eiga útróðrarbátar og skip, sum eru inntøkukelda hjá bygdafólkinum. Handilin hevði í nógvum førum postin um hendi, umframt ymsa frakt. Alt hetta gjørdi handilin til ein miðdepil í bygdini, har fólk savnaðist, ikki bert fyri at keypa, men eisini fyri at frætta tíðindi. Við stóru útbyggingunum innan samferðsluna í 1970-árunum kom Norðskáli at liggja væl fyri í meginøkinum. Hetta hevur verið grundarlag undir nýggjum arbeiðsplássum í bygdini, so sum fiskavirki, stoypivirki, innan aling, eins og handils- og tænastuvirksemi. Norðanfyri brúnna um Streymin er vaksið fram eitt handilsøki, sum liggur sera væl fyri í mun til ferðsluæðrarnar í meginøkinum. Fólkatalið er vaksið rættiliga skjótt seinnu árini, og er komið upp um tey hálvttriðjahundrað. Nes, Eysturoy. Prestagarðurin, á Torkildsheyggi og Fyri uttan garð. Nes er gomul bygd, eftir henni hevur Nes kommuna navn. Á Nesi búði í langa tíð Føroya próstur. Kirkjusøga. Vit vita ikki hvussu nógvar kirkjur hava verið á Nesi, og heldur ikki, hvussu gomul kirkjubygd Nes er. Fyrsta kirkjan, sum er nevnd í skrivaðum skjølum, er bygd millum 1679 og 1691, meðan Jacob Christensøn Klinte var sóknarprestur í Eysturoynni. Hon er tó neyvan hin fyrsta. Skjalprógva er, at prestur hevur búð á Nesi síðani 1541, og er tí hugsandi, at kirkja í øllum førum hevur verið har síðani tá. Í fyrstu innskriving í "Regnskabsbogen", dagfest 4. mars 1691, stendur "Kirchen har ieg af ny ladet opbygge...". Hetta kann geva okkum eina ábending um, nær kirkjan er bygd. Henda kirkjan varð standandi til 1715, tá ið nýggj kirkja varð bygd. Av roknskapi sæst at kirkjan frá 1715 hevur staðið sjey ár við ongum torni, helst tí at tørvur hevur verið á peningi. Kostnaðurin fyri tornið var næstan triðingurin av samlaða byggikostnaðinum. Orsøkin til lutfalsliga høga kostnaðin fyri tornið kemst av, at tað einans var úr timbri. Stórur partur av útveggunum vóru úr gróti og var hetta heldur lættari og bíligari at fáa hendur á. Henda kirkjan stóð til 1761. Árið eftir varð nýggj kirkja bygd. Hon var gjørd úr timbri og er møguliga fyrsta trækirkjan á bygd í Føroyum. Í Havn varð bygd ein trækirkja í 1609. Tá kirkjan varð niðurtikin í 1843, varð allur tann nýtiligi viðurin fluttur við báti inn á Saltnes, har skúli varð bygdur. Kirkjan, sum nú er á Nesi, stendur á somu grund, sum allar tær undanfarnu kirkjurnar. Hon er bygd í 1843, meðan Christian Benedictus Garde var prestur í Eysturoynni og føroya próstur. Gamla Nes kirkjusókn var av Nesi inn á Skipanes. Í dag eru tað bygdirnar Nes, Toftir, Saltnes og Æðuvík, ið mynda kirkjusóknina. Tann stóri fólkavøksturin í sóknini hevur ført við sær, at Nes kirkja við tíðini er vorðin ov lítil og at tørvur var á nýggjari kirkju. Tá ið avgjørt varð, hvar nýggja kirkjan skuldi reisast, vórðu fleiri møguleikar havdir í huga. Til dømis varð dentur lagdur á, at kirkjan lá nær fólkinum, at hon sást væl og at klokkan kundi hoyrast av øllum. Í fleiri ár varð roynt at finna rætta staðið til kirkjuna, og í seinna helmingi av 80'unum varð farið undir at savna pening inn til nýggju kirkjuna, sum stóð liðug í 1994. Nýggja kirkjan - Fríðrikskirkjan - er uppkallað eftir Frederik Petersen, vanliga nevndur Fríðrikur Petersen, ið var próstur á Nesi frá 1900 til 1917. Hann varð borin í heim á Saltnesi í 1853, har pápi hansara, Jóhannes Petersen, var lærari og deknur við kirkjuna á Nesi. Hvalvík. Hvalvík er ein bygd í Streymoy. Bygdin liggur á eysturstrondini á Steymoynni, nakað sunnanfyri brúnna um Streymin og beint sunnanfyri Streymnes. Áin Stórá rennur oman gjøgnum dalin og skilur báðar bygdirnar sundur. Í 2012 varð ein brúgv gjørd yvir um ánna, og ætlanin var at gera gongugøtur framvið ánni. Navnið "Hvalvík" sigur frá, at her er ein av góðu hvalvágunum í landinum. Niðri á Hvalvíksoyruni er góð sandstrond, har mong grindin hevur lagt beinini. Til Hvalvíkar hoyra 24 merkur av jørð, 14 av kongsjørð og 10 merkur av ognarjørð. Festini eru trý. Lendið kring bygdina gevur góðar umstøður at reka landbúnað, sum hevur verið sera umráðandi í eldri tíð. Seinni, tá fiskivinnan fór at gera seg galdandi, misti jarðarbrúkið fyri ein part sín týdning. Menn fóru til skips, og síðan hava eisini aðrir vinnuvegir tikið seg upp, eitt nú innan handverk, flutning, aling og innan handil. Í Hvalvík heldur fyritøkan Norðsetur til, sum hevur smíðað sniðhús síðan 1980. Fyritøkan fekk sær egnan framleiðslubygning í 1983, og hevur síðan smíðað eina ørgrynnu av húsum kring alt landið. Eisini eru hús útflutt til Týsklands. Norðsetur byggir eisini størri virkisbygningar, eitt nú hallir, skrivstovubygningar og handlar. Á bryggjuni í Hvalvík halda eisini aðrar fyritøkur til við goymslubygningum og øðrum. Kirkjan í Hvalvík er bygd í 1829, og er bygd úr viði frá skotsku barkini Broon, sum fór á land í Saksun árið fyri. Frammanundan stóð ein eldri kirkja í Hvalvík. Prædikustólurin í Hvalvíkar kirkju varð gjørdur til Havnar kirkju í 1609 og er seinni keyptur til Hvalvíkar. Talan er um eitt sjáldsamt listarverk, ið hevur sína egnu, serligu søgu. Í Hvalvík er nýggjur dagstovnur bygdur – Barnagarðurin við Kráir, sum rúmar 60 børnum. Skúlin í Hvalvík hevur næmingar frá 1. til 7. flokk, tilsamans úti við 60 børn. Síðan verður hildið fram á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Bygdin er í vøkstri - fólkatalið liggur omanfyri tey 200, og útlit eru fyri, at hesin vøkstur fer at halda fram. Bygt verður nú inn móti Saksunardali, í nattúruvøkrum og friðaligum umhvørvi. Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag eigur tríggjar kappróðrarbátar: Báran (5-mannafar), Hvessingur (6-mannafar) og Gamli Hvessingur. Hvessingur hevur vunnið FM átta ferðir við 6-mannaførum monnum (1978, 1980, 1988, 1993, 94, 95, 97 og 99) og tvær ferðir við 6-mannaførum kvinnum (1996 og 1998). Seinastu árini hevur verið samstarvað við Sunda Róðrarfelag um kappróðurin. Hvalvíkingar eru, eins og aðrar bygdir í Sundalagnum, partur av fótbóltsfelagnum Streymur. Streymnes. Streymnes er ein bygd í Streymoy. Heimstaður fyri fótbóltsvøllin "Við Margáir" sum er heimavøllur hjá samanlagsliðnum Eb/streymur. Bygdin Streymnes er í síni tíð helst byrjað sum niðursetupláss, sum fólk úr Hvalvík eru flutt til. Til Streymnesar hoyra 12 merkur, helvt um helvt kongsjørð og ognarjørð. Kongsjørðin liggur hjá einum festi. Hagapartarnir eru tríggir: 1) Fyri Framman og Norðarahelvt í Sundinum, 2) Fyri Framman, Heimaripartur, og 3) Heimarahelvt í Sundinum. So longi jarðarbrúkið var lívsgrundarlagið, var fólkatalið í bygdini rættiliga avmarkað, men seinnu árini er hetta nógv broytt. Nýggir býlingar vaksa fram, og stórur áhugi er fyri at seta búgv her. Bygdin er nær um vaksin saman við grannanum, Hvalvík. Hon liggur væl fyri, við alfaraveg, og skjótt er at koma til stórplássini í meginøkinum. Røktarheim er bygt á Mørkini við plássi fyri 32 búfólkum. Hetta er nýggjur og væl innrættaður stovnur, býttur í fýra lonir og við eini miðleingju, har felags hentleikarnir eru. Við at skipa stovnin í smærri eindin verður umhvørvið heimligt hjá búfólkunum. Sniðið í bygningunum ger, at at fellur væl saman við grannalagnum og bygdini annars. Í Streymnesi og í Hvalvík hava fólk havt stóran áhuga fyri ítróttarlívinum. Bygdirnar hava róðrarfelag, Hvalvíkar-Streymnesar Róðrarfelag, sum gjøgnum árini hevur fingið nógv meistaraheiti við fimm- og seksmannaførum sínum. Felagið eigur neyst í Streymnesi. Ítróttarfelagið Streymur hevur borðtennis og fótbólt á skránni. Í 1992 var farið undir at samstarva um fótbóltin við Eiðis Bóltfelag, og hevur Felagsdeildin undir heitinum Streymur hepnast so væl, at besta liðið av álvara er farið at gera seg galdandi í føroyskum fótbólti. Góða gongdin setur stór krøv til fótbóltsvallir og umstøður rundan um teir. Gjørdur er tí nýggjur graslíkisvøllur í Streymnesi, umframt at rúmligt hús og áskoðaraskýli verða bygt við vøllin. Ætlandi verður vøllurin tikin í nýtslu komandi kappingarár, í 2007. Børnini í Streymesi ganga í skúlanum í Hvalvík, hagar leiðin er stutt. Fólkatalið í Streymnesi liggur í dag um tey tveyhundað. Haldórsvík. Haldarsvík ella Haldórsvík, eisini nevnd Vík, er ein bygd í Streymoy. Tá tú kemur til Haldórsvíkar sæst, at her liggur nógv stríð og knoss aftanfyri teir teigar, sum bygdamenninir hava velt niðan fjallasíðuna. So bratt er, at grótbakkar eru lagaðar so hvørt, sum teir hava vunnið niðaná. Fáar bygdir munnu hava havt so truplar umstøður at fáa dyrkað lendi. Til bygdina hoyra fýra hagapartar, ið tilsamans eru 12 merkur. Norðan Á (2 merkur og 8 gyllin), Byrgið (4 merkur), Sunnan Fossá (2 merkur og 8 gyllin) og Langasandshagi (3 merkur). Fólkatalið í Haldórsvík vaks munandi, tá fiskivinnan vant uppá seg í seinnu helvt av 19. øld. Bygdin liggur væl fyri í mun til Norðhavið, so útróðurin fekk stóran týdning. Handil kom tíðliga til bygdina, og ymiskt annað vinnuligt virksemi fylgdi honum. Henda støða helt sær, til miðsavnanin í landinum av álvara fór at gera vart við seg. Í 1970-árunum var nógv gjørt við at bøta um havnaviðurskiftini, og at seta á stovn flakavirki, so bygdin kundi fylgja við samfelagsmenningini. Hetta eydnaðist rættiliga væl, fitt av arbeiðsplássum kom burturúr, og hóast rákið innan fiskivinnuna á landi hevur verið at savna virkini saman í størri eindir, er fiskavirkið í Haldórsvík – nú nøkur eigaraskifti hava verið – framvegis sjálvstøðugt. Í Haldórsvík finna vit sjáldsamu áttahyrntu kirkjuna, sum tann einasta av sínum slagi í Føroyum. Hon varð bygd við fyrimynd eftir kirkju á Frederiksberg í 1856 – sama ár sum Kongaligi einahandilin var avtikin – og umbygd í 1932. Torbjørn Olsen málaði í 1996 forvitnisliga og nýskapandi altartalvu til kirkjuna, sum kom í staðin fyri ta gomlu. Myndevnið er seinasta kvøldmáltíðin, og andlitini við borðið tykjast rættiliga kend manna millum í Føroyum. Í Haldórsvík ganga børnini í skúla til og við 7. skúlaár, og síðan fara tey í framhaldsdeildina á Oyrarbakka. Í skúlanum Á Bø ganga 20 børn. Ein partur av teimum koma úr grannabygdini, Langasandi. Fólkatalið liggur um tey hálvtannaðhundrað. Haldarsvík var nýggjársbygd. Hagar komu fólk fyrr úr grannabygdunum at vitja og dansa á nýggjárinum. Fossurin í Fossá nærhendis Haldórsvík er ein tann hægsti fossurin í Føroyum. Tjørnuvík. Tjørnuvík (danskt: "Tjørnevig") er ein bygd í Streymoy. Útgrevstrar hava prógvað, at Tjørnuvík telist millum elstu bygdirnar í landinum. Her eru funnar leivdir frá víkingatíð og eins og í fleiri av elstu búsetingunum í landinum sæst, at tað ikki var so umráðandi, at talan var um kyrrupláss. Heldur var umráðandi, at lendisviðurskiftini vóru góð til velting og at ein góð matará rann framvið. Markatalið í Tjørnuvík er 24, býtt í tríggjar hagapartar: Norðan Kamb (12 merkur), Heiman Kamb (8 merkur) og Fyri Sunnan (4 merkur). Norðanfyri er Tjørnuvíksstakkur, har tjørnuvíkingar hava seyð gangandi. Nakrir ferðir á hvørjum sumri verður skipað fyri ferð við tráðbananum út á Stakkin. Eisini Sjeyndir, sum er norðasta víkin á Streymoynni, eru eina útferð verdar. Tjørnuvík hoyrir til mest vitjaðu ferðamálini í landinum. Bygdin og landslagið kring hana er serliga vakurt við útsýni út í Flógvan og til Risan og Kellingina. Í summarhálvuni er tískil vanliga nógv ferðafólk í bygdini. Í Tjørnuvík finst bygdahús, sum er karmur um felagstiltøkini í bygdini. Fólkatalið í bygdini hevur havt ilt við at halda tørn við menningina í landinum sum heild, men tað er tó støðugt – um tey sjeyti. Skúli er í Tjørnuvík við 6 næmingum. Upprunaliga er Tjørnuvík gomul kirkjubygd, bæði hjá Haldórsvík og Saksun, men stutt eftir at kirkjan í Haldórsvík var bygd í 1856, var kirkjan í Tjørnuvík tikin niður og ein partur av henni fluttur til Saksunar. Helst var orsøkin, at Haldórsvík stóð í vøksti um hetta mundið. Útróðurin vant uppá seg, og her vóru umstøðurnar betri í Haldórsvík. Ikki fyrr enn í 1937 varð kirkjugongd hildin aftur í Tjørnuvík. Eplavelting. Í 1797 býttu tjørnuvíkingar sandin millum sín at velta epli og røtur í. Garðar vórðu laðaðir millum stykkini, og bæði veltur og garðar síggjast enn. Langasandur. Langasandur er ein niðursetubygd í Streymoy. Fyrstu fólkini settu seg niður á Langasandi, tá bóndin Á Bø í Haldórsvík, Joen Joensen, fekk hagan býttan frá í 1839. Hagin er tríggjar merkur av landsjørð. Bygdin ber navn eftir sandinum fram við sjóvarmálinum, og við tíðini er fitt av lendi lagt inn úr haganum, hóast fólkatalið hevur verið rættiliga avmarkað og bygdin hevur verið fyri bakkøstum. Bygdin á Langasandi veksur í dag so spakuliga, so í dag (2013) búleikast 36 fólk har. Nýggj hús eru bygd seinnu árini, og við stuttu frástøðuni til stórplássini í miðstaðarøkinum eru góðar fortreytir fyri framhaldandi vøkstri. Hvalastøðin á Gjánoyri. Á Gjánoyri, sum liggur stutt sunnanfyri Langasand, bygdu norðmenn við tí navnframa Grøn á odda í 1894 eina hvalastøð. Nógv virksemi var her í eitt tíðarskeið fram til 1925, tá hon læt aftur. Men í dag sæst nær um ongin farleið frá hesi áhugaverdu tíðini í føroyskari vinnulívssøgu. Tá hvalaveiðan minkaði aftaná 1. heimsbardaga, vóru bygningar og útgerð tikin niður og oyran fekk óspiltu náttúruna aftur. Nesvík. Nesvík er ein niðursetubygd í Streymoy. Norðri við Streymin er bygdin Nesvík. Har, millum Eysturoynna og Streymoynna sigst at vera besti hvalvágur í Føroyum. Leguhúsið í Nesvík. Heimamissiónin eigur eitt leguhús í Nesvík. Tað var vígt í 1993. Leguhúsið í Nesvík er nógv umbiðið, serliga um vikuskiftini. Men tað eru eisini møguleikar at leiga húsið mitt í viku. Høvuðstiltakið í Leguhúsinum í Nesvík er summarlegurnar, sum eru frá seinast í juni og nakað inn í august. Men annars verður húsið brúkt so at siga hvørt vikuskifti alt árið til legur av ymsum slag, sum til dømis familjulegur, ungdómslegur og bygdalegur, ið eru sera væl umtóktar. Í 2013 er ætlanin at útbyggja fyri umleið 25 milliónir, ætlanin er at byggja ein bygning afturat í tveimum hæddum. Saksun. Saksun, eldri Sagx hofn "(Sakshøvn)" er ein gomul bygd á norðursíðuni á Streymoy. Landslagið við bygdina er sermerkt. Gamli garðurin Dúvugarður er framvegis virkin, men gomlu íbúðarhúsini eru í dag friðað og standa sum eitt minni um farnar øldir. Millum Saksun og Vestmanna stendur millum annað Koppenni, ið er hægsta fjall á Streymoynni. Við báti slepst inn á víkina uttan fyri bygdina Saksun. Ein smalur ósi rennur millum havið og Pollin, sum annars er avskorin frá havinum av sandgrynnum. Bert heilt smáir og lættir bátar sleppa inn á Pollin og bert á flóð. Úr Saksun gongur vegurin oman gjøgnum Saksunardal, har gróðurin er nógvur. Í bygdini Saksun eru fleiri garðar, sum hava staðið í øldir. Sjáldsama og stórbæra landslagið dregur nógv vitjandi til sín: Saksunardalur, ið er heilar 10 kilometrar langur, Saksunarvatn við sínum sílum og laksi, pollurin, umframt Dúvugarð, sum er varðveittur í sínum upprunaliga líki. Har búleikaðust fólk fram til 1940, men seinni eru húsini gjørd til eitt forvitnisligt savn, har vit kunnu síggja, hvussu karmarnir vóru á einum vanligum føroyskum garði í gamla bóndasamfelagnum. Í Saksun er ikki bara vakurt á hásumri, tá mong ferðafólk vitja. Søga. Fyri nøkrum hundrað árum síðani fórst skipið, sum seinni mest er umtalað Saksunarskipið, í Saksun. Í lastini var millum annað viður, og tá farmurin varð seldur á uppboðssølu, varð ein stokkur av pommerskari furu seldur til Nólsoyar, har hann varð nýttur at byggja eina stovu í húsunum við Brunn, og tríggir aðrir stokkar vórðu seldir til Suðuroyar. Maðurin, sum keypti teir tríggjar stokkarnar, bant teir saman til ein flaka, setti segl á og sigldi í hesum líki stokkarnar suður. Gjógv. Gjógv er ein bygd á Eysturoynni. Gjógv bygd er við 31 íbúgvum ein av teimum smærru í kommununi, men við sínum jarðartilfeingi og sum útróðrarpláss var hon fyrr munandi betri fyri. Gjógv er helst seinni bygd enn grannabygdin Funningur, men tó neyvan seinni enn tíðliga í miðøld. Útróðurin gav í síni tíð nógv virksemi í bygdini, og seinni hava nógvir skipsmenn verið við Gjógv. Vanlukkur á sjónum raktu rættiliga tíðum bygdina, soleiðis sum mongu nøvnini við minnisvarðan bera boð um. Við nýggju tíðunum aftaná Seinna heimsbardaga fekk Gjógv bygd trupult við at varðveita fólkið á plássinum, og síðan hevur afturgongdin í fólkatalinum verið rættiliga støðug. Í bygdini er skúli, sum er bygdur í 1883. Eisini hevur bygdin samkomuhús. Av vinnuligum virksemi við Gjógv kann nevnast Elementvirkið, sum varð stovnað í 1982. Her verða betongelement gjørt til ymiskar bygningar. Gjáarsmolt hevur eisini havt smoltstøð í bygdini, men soleiðis sum viðurskiftini hava lagað seg í alivinnuni, hevur støðin ligið still eina tíð. Tó verður vónað, at tá framleiðslan kemur upp aftur á sítt gamla støði, kann hetta virksemi takast upp aftur. Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Gjógv. Longu í 1984 byrjaði Gjáargarður sum vallaraheim, og hann er framvegis vælumtóktur. Her kunnu umleið 100 fólk gista í senn. Í 2006 hevur tiltakið Gjógv Adventure havt virksemi við útferðum og við sølu av ymiskum til ferðafólk í gamla handilinum í bygdini. Við Gjógv er nógv vakurt at síggja: tey høgu fjøllini, gjógvin og ymisk støð nærhendis bygdina. Norska filmsrøðin Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í ruðuleikanum? fer fyri tað mesta fram við Gjógv. Filmsrøðin var tann fyrsta filmsrøðin, ið var víst í norskum biografum, tað bleiv hon í 2011. Røðin varð eisini víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya nakað seinni. Oyrarbakki. Oyrarbakki er ein niðursetubygd á vestursíðuni á Eysturoy. Hon liggur við Sundalagið. Oyrarbakki er yngsta búsetingin í kommununi. Heilt fram til miðja 20. øld var neyðugt hjá mongum at hava jarðarbrúk, so longi fiskivinnan bert kundi bjóða arbeiði ein part av árinum. Um somu tíð varð landið bundið so mikið saman, at fólk kundu ferðast meira millum oyggjarnar, ella búsetast á nýggjum plássum, um livilíkindini vóru betri har. Í hesum førinum síggja vit, at tað í fleiri førum eru fólk, sum koma rættiliga langvegis frá, ið seta seg niður á Oyrarbakkanum, men eisini fólk úr grannabygdunum eru millum niðursetufólkini. Eftir hesi fólk liggja gerðini og húsini, ið nærum knýta tær báðar eldru bygdirnar, Norðskála og Oyri, saman í dag. Sum miðstøða í kommununi liggur væl fyri at hava felags hentleikar á Oyrarbakkanum. Eitt nú hevur Ungmannafelagið Eydnan bygt samkomuhøli tætt við brúnna um Streymin og Sunda kommuna hevur sína umsiting her. Felags skúli fyri kommununa var bygdur á Oyrarbakkanum í 1969, eins og kommunurnar í Sundalagnum gingu saman um ein Felagsskúla fyri framhaldsdeildina har í 1973. Støðugt vaksandi høliskrøvini á skúlaøkinum hava við sær, at vaksið verður um skúlarnar. Sum ein liður kommunala samstarvinum er eisini brandstøð bygd á Oyrarbakka. Væntast kann, at góðu útbyggingarmøguleikarnir á Oyrarbakkanum framhaldandi kunnu fáa tilflytarar til plássið, eins og teir, ið løgdu lunnarnar í síni tíð. Oyri. Oyri er ein bygd í Eysturoy. Bygdin man hoyra millum tær elstu í landinum. Hetta sæst á tveimum viðurskiftum: Hagin fevnir langt út um bygdina, bæði norður- og suðureftir, og jørðin hevur verið savnað á fáum hondum, á einum garði - seinni tveimum, soleiðis sum vit plaga at skilja við eina bónda- og landnámsbygd. Flestøll munnu kenna søguna um Orm bónda og Oyrabónda. Sjálvt um tað eisini er ein spennandi søga, so hevur hon óivað eina veruliga kjarnu. Givið er, at Oyri við sínum garði hevur havt ein bónda við ávirkan á tingi. Ein av teimum var Hans Jacobsen Debes, ið gjørdist Føroya løgmaður í árunum frá 1755 - 69. Hann hevði frammanundan lisið løgfrøði í Danmark og skaraði í síni tíð á mangan hátt framúr. Hann hevði eitt nú hug til ganga nýggjar leiðir innan jarðarbrúk og fiskiskap. Men sum so ofta í slíkum førum var undirtøkan ikki stór, tí tíðin mundi ikki vera búgvin til stórvegis broytingar. Ikki fyrr enn inn í 19. øld gerast broytingarnar í bygdini sjónskar. Hóast uppskot hevði verið frammi í 1780'unum um at leggja eitt sindur av haganum inn til gerði og velta í nýggjum plássum millum bygdirnar, var hetta av ongum. Bøndurnir, ið mannaðu løgtingið tá, vildu ikki missa haga, ei heldur húskallar og arbeiðskonur, um tey fóru at fáa fótin undir egið borð. Tað man tí serliga vera embætismonnunum fyri at takka, at hesin nýggi møguleikin varð settur verk - at velta upp úr nýggjum og kunna breyðføða eitt húski við tí. Ikki bert bygdafólkið tók við hesum tilboði - vit síggja eina umfatandi flyting millum oyggjarnar fara í gongd. Fólk savnast har, sum jørð var til taks - akkurát sum fiskivinnubygdirnar fara at draga til sín seinni, tá ið skipsfiskiskapurin tekur seg upp. Við fiskivinnni fekk Oyri nýtt vinnuligt grundarlag. Nevnast kunnu Garnavirkið, sum læt reiðskap til mong skipini í føroyska flotanum gjøgnum árini, og O.C. Joensen, ið fyrst rak handils- og útgerðarvirksemi og seinni hevur gingið nýggjar leiðir innan skeljaveiðu og –virking, við stórum og framkomnum rækjuvirki og tilvirking av úrdráttum av øðrum skeljadjórum. Á Oyri hevur fólkatalið seinnu árini ligið um tey hálvtannaðhundrað. Skálavík. Skálavík er ein bygd i Sandoy. Skálavík er í vídd fjórðingurin av Sandoynni, meðan fólkatalið bert er ein áttingur av fólkatalinum í oynni. Skálavík er ivaleyst elligomul bygd, grundað í víkingatíðini. Har er nógvur og góður slættur bøur, ið hevur verið grundarlagið undir góðum landbúnaði. Skálavík er eisini gomul kirkjubygd, og kirkjurnar hava frá fyrstu tíð av staðið niðri á Møl. Skálavík er eisini søgurík bygd, og sagnirnar eru eisini fleiri. Best kend er søgnin um Ungajógvanssynir. Teir vóru bóndasynir í Dalsgarði, livdu í 17. øld og eru eins og Kálvur lítli á Sandi kendir sum yvirgangskroppar. So er eisini søgnin um Jákup Jóansson, sum var løgmanssonur og festi Dalsgarð. Í 1934 var dansistova bygd á Keldu, og í 1972 varð ungmannafelagið Keldan stovnað. Felagið keypti gomlu dansistovuna, reiv hana niður og bygdi nýtt felagshús. Reiðarin Eiler Jacobsen (1930-2010) var skálvíkingur. Eina tíð áðrenn hann andaðist, avgjørdi hann at lata byggja ein frítíðardepil í heimbygdini. Hann náddi ikki at síggja frítíðardepilin lidnan. Depilin í Skálavík, Skeiðs- og frítíðardepilin Immanuel, læt upp í mai 2011. Navnið Immanuel er uppkallað eftir skipinum, ið pápi Eiler gekk burtur við í 1932. Bygningurin liggur omanfyri bygdina og er bæði gistingarhús og matstova, umframt at har eru fleiri fundarhøli, spælirúm til børnini, heitan pott og annað. Tætt við depilin er ein minnisvarði reistur til minnis um Eiler Jacobsen. Á einari minnisplátu stendur navn hansara og føðingar og deyðsárið (1930 og 2010), og so stendur hesin teksturin: "Tann, ið altíð hyggur eftir vindinum, kemur aldri at sáa, og tann, ið altíð hyggur eftir skýggjunum, kemur aldri at heysta." Í 2012/13 vóru fleiri kømur bygt afturat. Ætlanin er eisini at gera kampingpláss og golfvøll. Ein tann kendasti rithøvundurin í Føroyum, Heðin Brú (1901-1987), er uppvaksin í Skálavík. Tá ein kemur til Skálavíkar, kan ein síggja, at har er reistur ein prúður minnisvarði um rithøvundan. Húsavík. Húsavík er ein bygd i Sandoy. Húsavík liggur sunnan fyri Skálavík. Bygdin hevur 74 íbúgvar (2013). Bygdin er gomul, helst frá landnámstíð. Hon hevur tveir gamlar býlingar, men søgn er, at høvuðsbygdin var í Kvíggjagili vestan fyri ánna, har víst verður á húsatoftir, og har eisini kirkja og kirkjugarður vóru. Søgn er, at bygdin doyði út av svartadeyða, og aftaná varð hon flutt eystur um ánna. Ein sera rík kvinna, nevnd Hústrúin ella Húsfrúgvin, var í bygdini, og søgnin sigur, at hon og maður hennara grundaðu bygdina aftur. Grótgarðurin, hon læt gera um kirkjugarðin, stendur enn. Eisini veggirnir í hoyløðuni og tað steinsetta túnið minna um hennara stórbæri. Á frímerkinum hómast kirkjan, sum var bygd í 1863, og høgrumegin eini um 130 ára gomul hús, sum verða varðveitt sum fornminni. Húsavík er hvalvág, og har doyggja grindir av og á. Størsta grindin, sum er deyð á sandinum, var 382 hvalir. Dalur. Dalur er ein bygd i Sandoy. Dalur er syðsta bygdin í oynni og lítil bygd, 35 fólk (2015), men hagin er góður, og serliga feitilendið Skorin syðst á oynni. Har byggir nógvur lundi, og hann ger, at gróðurin er nógvur, og verður seyðurin tí sera góður. Dalur er gomul bygd og sæst í gomlum skjølum, at hon eisini varð nevnd "Varmadalur", men hon er neyvan so gomul sum hinar báðar eysturbygdirnar. Hon hevur ligið sera avskorin og fekk ikki vegasamband fyrr enn í 1963. Vegurin liggur gjøgnum eina bratta líð, og grót og skriðulop oman á vegin eru ikki sjáldsom fyribrigdi. Í fleiri ár hevur talan verið um at bora tunnil gjøgnum fjallið millum Húsavík og Dal. Bygdin fekk kirkju í 1957, og hómast hon høgrumegin á frímerkinum. Í 2007 bleiv kirkjan sett í stand og er nú eisini handikapvinarlig. Í Dali er eisini eitt bygdarhús, ið nevnist Eiriksgarður; tað bleiv útbygt í 2007, og nú er nógv meira pláss hjá dalbingum at dansa føroyskan dans og annað undirhaldandi. Dalur er fyrndarbygd. Gomul søgn sigur, at tá sóttin svarta herjaði í Føroyum, varð Dalsbygd eisini rakt. Og sagt verður, at fyri sóttina svørtu var bygdin sunnan fyri Sórá, sum rennur mitt oman gjøgnum dalin. Eftir sóttina varð flutt norður um ánna, tí eingin mátti byggja aftur har, sum bygdin hevði verið og sóttin herjað, tí óeydna skuldi spyrjast úr. Hóast Dalur er ein av okkara elstu bygdum, eru hvørki fornleivdir ella staðarnøvn, sum benda á, at nakar kristin halgidómur (bønhús) hevur verið her í gomlum døgum. Skarvanes. Skarvanes er ein bygd i Húsavíkar kommuna á Sandoy vestan fyri Dalur. Hon er gomul bygd, og fólk hevur búð har, í hvussu so er, frá um ár 1500. Bygdin var millum bestu kornpláss í landinum, og hagin rættiliga góður, so livilíkindini vóru hampilig, hóast møguleikar fyri útróðri vóru smáir, tí brimpláss er. Fráflyting hevur verið, og ár 2000 doyði seinasta fólkið á Skarvanesi, men seinni eru fólk aftur flutt til bygdina. Í 2013 vóru 11 fastbúgvandi sambært Hagstovuni, og í Djúpadali 2 km norðanfyri býr eitt húski. Húsini í bygdini, verða mest nýtt sum summarhús. Oyndarfjørður. Oyndarfjørður á Eysturoy er ein av heilt gomlu bygdunum í Føroyum. Skrivligar keldur frá 1300-talinum vísa, at Oyndarfjørður var hampuliga stór bygd longu tá. Fólkatalið er nú 143 (í 2020). Kirkjan í Oyndarfirði er ein av gomlu trækirkjunum, ið enn standa uppi í Føroyum. Hon er frá 1838. Altartalvan í kirkjuni er málað av kenda danska listamálaranum C.W. Eckersberg (1783-1853). Innan fyri býlingin í Víkum í Oyndarfirði standa stutt frá landi tveir stórir steinar sum hava elvt til nógva hugsan, teir ridla altíð, eisini í góðum veðri. Magnus Heinasson (1548-1589) vaks upp á próstagarðinum í Garðshorni í Oyndarfirði. Oyndarfjørður er gomul bygd, men hon er ikki nevnd í Føroyingasøgu. Bygdir, ið hava mansnavn, vera hildnar at vera landnámsbygdir, og kønir menn hava hildið, at navnið upprunaliga var Oyvindarfjørður. Depil. Depil er ein bygd á eystursíðuni á Borðoynni og har búgva 2 fólk. Depil varð fyrstu ferð nevnd í 1584. Bygdin er partur av Hvannasunds kommunu. Múli. Múli er ein bygd á Borðoynni. Múli er ein gomul og søgulig bygd, sum hevur verið búpláss í miðøld. Hetta vita vit, tí hon er nevnd í Hundabrævinum. Hon liggur norðan til á Borðoynni. Har búði m.a. kendi gandakallurin Guttormur í Múla. Hóast tað ongantíð hava búð nógv fólk í Múla, er bygdin væl kend - ikki minst frá Guttormi í Múla. Hann skuldi vera lógkønur, men eisini duga gand. Seinastu ártíggjuni er fólkatalið støðugt minkað. Seinastu fastbúgvandi fólkini, Andrea- og Hans Jacob Frederiksen, fluttu úr bygdini í 1992. Í Múla eru fýra hús, men tey standa øll tóm. Í 1950 gjørdust tær seks bygdirnar við Hvannasund til Hvannasunds kommunu. Hesar seks bygdirnar eru Múli, Hvannasund, Norðdepli, Fossá, Norðtoftir og Depli. Hvannasunds kommuna hevur í 2007 fingið veganøvn og húsanummur. Av hesi orsøk er eisini staðfest, at í Múla eru fýra hús, sum hava hvør sítt húsanummar. Ikki óvæntað verður tann átta kilometrar langi vegurin úr Norðdepli og norður til Múla kallaður Múlavegur. Endamálið við at hava allar hesar adressurnar er, at tað skal vera bæði lætt og skjótt at finna vegin fram um hetta gjørdist bráðneyðugt. Her kann til dømis verða talan um brandbil, sjúkrabil ella løgreglu, men eisini hjá hýruvognum, lækna og vanligum fólki. Søga. Sjálvt um roynt varð at stovna skúla eystan Múla í 1737, kom ikki gongd á fyrr enn í 1835. Tá fór viðingur, giftur á Norðtoftum, at lesa við børnunum á Toftum, Depli og Múla. Á vegnum til Múla eystanfyri á Borðoynni hendi eitt skriðulop í sambandi við ógvisligt avfall í august 2008. Hetta skriðulopið gjørdi skaða á vegin og bilaverjuna. Hetta viðførdi, at Múli misti vegasamband eitt tíðarskeið. Guttormur í Múla. Í Múla, 2008. Í Múla eru fýra hús, men tey standa øll tóm, tí tey seinastu fólkini fluttu úr Múla í 1992. Í Múla, ár 2010. Aftanfyri sæst fjallið Tindur. Har búgva ongi fólk. Kendasti múlamaðurin man vera Guttormur í Múla (1657 til 1739). Guttormur í Múla varð føddur í Haraldssundi uml. 1657, yngsti sonur Rasmus Magnusson. Tíverri eru ongar skrivligar keldur, hvørki kirkjubøkur ella skiftibøkur, íð røkka so langt aftur. Gutormur í Múla var tiltikin at duga gand, hann var yngsti sonur Rasmusar í Haraldssundi, ið var sonur Magnus Heinasonar. Fleiri sagnir eru um Guttorm í Múla, ein teirra hevur samband við Mykinesfjørð. Guttormur hevði konu úr Mykinesi. Hon æt Billa. Ikki hevði hann verið vestan fyri Leirvíkarfjørð, fyrr enn hann fór at fríggja. Vágamenn førdu hann um mykinesfjørð. Tá ið teir vóru komnir mitt á fjørðin, bóru teir eyga við eitt stórt rekatræ og vildu fegnir fáa tað til sín; men heldur vildi hann sleppa ferðina fram til Mykines alt fyri eitt, og so varð. Hann bað teir miða væl, hvar træið lá, tað kundi vera, teir funnu aftur á tað, tá ið teir fóru úr Mykinesi aftur í Vágar. Ikki hildu teir líkindi verða til tess, tí Mykinesfjørður er óføra streymharður. Men tá ið teir vóru á leiðini heim, vórðu teir meira enn bilsnir, tí tá lá træið í sama stað og andøvdi. Guttormur í Múla kom til garðin í Múla norðuri á Borðoynni. Hann sigst at hava verið hin ramasti gandakallur í Føroyum. Han nýtti ikki kynstur síni at gera ónáðir, men heldur til at hjálpa. Gandakellingin Barbara við Kvíggjá í Sumba hevði frætt, hvussu væl Guttormur dugdi at ganda, og fór norður einaferð at kappast ímóti honum. Tá ið hon kom, var Guttormur til útrógvar. Hon settist at bryggja og blanda, floytti fliðuskeljar oman eftir ánni og segði, at so nógvar skeljar, sum sukku, so nógvir bátar skuldu søkka. Hon gjørdi rættuligt illveður, at tað var ikki meira enn, at Guttormur og synir hansara kláraðu at koma aftur til lands. Tá Guttorm og synirnir róðu heim, rópaði ein sonur: “eldur er í sjónum! Hvat er hetta?”. “Eg veit, hvat tað er”, svaraði Guttormur. Hann visti nevniliga, at tað var gandakellingin. Tá ið hann kom til Múlahúsini, sá hann Barbaru sita undir húsunum við útslignum hári. Guttorm kom so heim og fór at ganda, so kellingin misti alla kraftina. Eftir hetta var ikki nógv um kellingina og flýgdi hon undan Guttormi. Hanus. Úthús og húsdjór í Múla í 2008. Í eldri tíðum skuldi ein av húsabóndunum, ið æt Hanus, vera sera hegnigur. Hann var ein av Føroya bestu monnum, bæði sum bóndi, útróðrarmaður og smiður. Men hansara ídni til alt slíkt førdi við sær, at hann ikki virdi seg sjálvan at vera minni, enn hann var. Teir, ið øvundaðust inn á hann, eyknevndu hann Óða Hanus. Í hansara tíð gjørdu fólk lítið av at hava nógvan pening við, tá ið tey fóru til handils; men javnliga var tað troyggjur, hosur, lýsi, stokkfiskur og tálg og tílíkt, ið brúkt varð í staðin fyri pening. Hanus legði stóran dent á, at hann hevði mest av hesum lutum við sær, tá ið húsamenn fóru til handils. Einaferð hann saman við bygdarmonnum var á handilsferð til Havnar, varð tosað mann og mann ímillum um mangt og hvat. Og at enda kom upp í tosið, hvør av bátsskipanini ið mundi hava virkað flestar lutir til hesa ferð. Her fekk Hanus at frætta, at ein annar í ferðalagnum hevði ein part av hosupørum meira enn hann. Illsinni spann í hann, og meðan báturin fór fram við Lambavík, tveitti hann øll síni hosupør yvir borð. Hanus var av bestu seyðamonnum. Saman við húskøllum sínum røktaði hann í øllum hagapørtum á Húsum. Og hvat ið var meira sjáldsamt, húskallarnir hildu nógv av honum. Men sera margháttligur maður var Hanus. Ein morgun um várið, tá ið hann á eini ferð í haganum var komin norður á Mjóá, stóðu í einum bóli fimm seyðir, hóast veðrið var at kalla gott. Slíkan seyð vildi hann ikki eiga. Hann dró knív úr slíðra, og alt fyri eitt svævaði hann teir allar fimm. Dósi, Pætur og Hanus ætlast at hava livað samtíðis, stutt fyri ár 1700; sonur Hanus giftist nevniliga um ár 1720 við dóttur múlabóndans (Guttorm); hon var annars so gávumild og blíð, at hon kom at ganga undir navninum Góðakona. Postur. Í fyrstuni varð posturin til Múla lagdur til heintingar inni í Hvannasundi. Tann 1. oktober 1926 verður Olaf Andreasen settur sum postskiftismaður í Múla. Tann 7. oktober 1968 fær aðalstýrið boð um, at Olaf Andreasen er deyður, og at bróður hansara, Eliesar Andreasen, fyribils hevur tikið sær av postinum, men av tí at hann ikki er sinnaður at halda fram, verður Gunleyg Ritter sett sum postskiftiskvinna í Múla frá 1. august 1968. Ritter er dóttir Andreu og Hans Jacob Fredriksen í Múla. Seinast í 1970-árunum flytur hon úr Múla inn í Norðdepil at búgva. Eftir hetta tekur móðir hennara, Andrea Fredriksen sær av postinum og í mars 1984, verður hon formliga sett sum postskiftiskvinna í Múla. Sambært skjølum hjá postverkinum fær Andrea Fredriksen farloyvi frá postinum 1. februar 1988 og árið út. Hon fær aftur farloyvi frá 1. januar til 31. desember 1989. Posthúsið í Múla letur aftur í 1992. Tá býr ongin í Múla longur. Skjølini hjá postverkinum siga onki um, hvør hevur havt ábyrgdina av postinum frá 1. januar 1990 til posthúsið verður latið aftur í 1992. Norðtoftir. Norðtoftir er ein bygd í Borðoynni. Felagið Eystlaks hevur bæði smoltalistøð og sjógvalistøð. Á smoltalistøðini á Norðtoftum verða 1,5 milliónir laksasmolt framleidd um árið. Sjógvalistøðin framleiðir 3000 tons av kruvdum laksi árliga. Í Hvannasunds kommunu arbeiða 25 fólk hjá Eystlaks. Hvalvíks-Jógvan. Ein maður var á Norðtoftum í Borðoy, sum tey rópaðu Hvalvíks-Jógvan, av tí at hann var ættaður úr Hvalvík. Hann kom fyrst norður til Viðareiðis at vera húskallur hjá prestinum, harra Dániali, og var raskur, trúgvur og væl umtóktur maður. Tá ið hann hevði tænt presti í nøkur ár, fríggjaði hann til eina prestadóttrina - Anna Margreta æt hon - og fekk hana. Í teirri tíðini var tað siður, at prestasynir ella prestadøtur, sum giftust, skuldu fáa kongsfesti, tað fyrsta, sum lá fyri til at festa. Á Norðtoftum var beint tá eitt slíkt festi, sum ófest var enn, og tað fekk Hvalvíks-Jógvan. Hesin sami Jógvan doyði av illgerð, og við hesum bar so til. Tá ið hann var vorðin gamal maður, var honum ein dagin seint á kvøldi gangandi út fyri dyr. Eina løtu eftir kom hann inn aftur, men tá ið fólk fóru at tosa við hann, fekk hann ikki orðið upp - hann var vorðin dumbur. Síðan legðist hann á songina og varð liggjandi í eina viku; um hann royndi at tala, skiltist einki av tí, sum hann segði, og við tí skili doyði hann. Nú er at greiða frá, hvussu hetta illa kom á hann. Ein maður var í Hvannasundi, sum tey rópaðu Jákup í Sundi, og skuldi hann kunna gand. Einaferð tá ið sundamenn (hvannasundsmenn) vóru til handils í Havn - tá var eingin annar handil í Føroyum - hittust teir báðir, Jákup í Sundi og Sakaris í Hvalvík. Hvussu tað fórst teirra millum, veit eingin; men so mikið er sagt, at tá ið teir báðir skiltust, vóru teir sannir óvinir, og Jákup lovaði Sakarisi ilt. Nakra tíð eftir tað, at Jákup er komin heim aftur úr Havn, skal hann fara at senda Sakarisi tað illa, sum hann lovaði honum. Søgn hevur verið av gamlari tíð, at, tá ið nakar sendi slíkt, skuldi eingin vera úti áraka tað plássið, sum illgerð var væntandi frá; tí annars rakaði hon tann, ið fyri var. So bar á, at sama kvøldið og somu løtu, sum Hvalvíks-Jógvan var úti fyri durum, fór illgerðin, ið Jákup sendi Sakarisi, tvørtur um sundið og rakti Jógvan, so hann fekk deyðamein. Signabøur. Signabøur er ein bygd í Streymoy. Meiningarnar eru ymiskar, hvørt Signabøur er ein bygd ella ein býlingur í Kollafirði. Innast á fjørðinum, Kollafjørður (fjørður), eru bygdirnar Signabøur og Oyrareingir á suðursíðuni. Á norðursíðuni er bygdin Kollafjørður. Arbeitt verður við stórari havnarútbygging á Oyrareingjum, eins og ætlanir eru um at broyta byggisamtyktina fyri økið, so núverandi landbúnaðarøki vestan fyri tunnilsmunnan á Signabø verður ídnaðarøki. Oyrareingir. Oyrareingir er ein bygd í Streymoy. Bygdin liggur innast í botninum av fjørðinum Kollafjørður, millum bygdirnar Kollafjørður og Signabøur. Bygdin hoyrir til Tórshavnar kommunu. Saltnes. Saltnes er ein bygd i Eysturoy. Saltnes er frá 1837 og er ikki markatalsbygd, men umfatar økið fram við sjónum, frá Runavík og út um Árnasker í Saltnesi. Í Saltnesi eru í dag 42 hús og her búgva 153 fólk. Tær fyrstu búsetingarnar í Saltnesi vóru: Á Gráasteini (1), Í Skúla (2) og Inni á Roykheyggi (3). Froðba. Froðba er ein bygd í Suðuroy. Uttasta bygd á norðursíðuni á Trongisvágsfirði er Froðba. Tætt við Froðba er hitt vakra forbergið Froðbiarnípa við tí sjáldsama tindinum Báradrangur. Undir berginum við Froðbiarnýpu, er eina hola inn í bergið, sum verður nevnd "Hol í Helli". Í Froðba er sermerkt stabbagrót at finna í fleiri støðum. M.a. niðri við sjóvarmálan er stabbagrót sum er skapað í zigzag. Fram við niðara vegnum, beint við býlingin Í Bø, har ein gamal kirkjugarður er, er stabbagrót sum er skapað sum súlur, fram við vegnum. Stabbagrótið hevur fingið hetta skapið, tá eldgosið var á sinni. Kenda skaldið Poul F. Joensen búði á Hamri í Froðba, hann varð føddur og uppvaksin í Sumba, men giftist til Froðbiar og búði har meginpartin av sínum vaksna lívi. Ein minnisvarði er reistur tætt við húsið, har hann búði, til minnis um skaldið. Kirkja hevur staðið Á Bø í Froðbø síðan miðøld. Trækirkja varð bygd í 1840, sum kom í staðin fyri gomlu lagaðu steinkrikjuna. í bókini Komissionsbetænkingen frá 1710 verður soleiðis sagt um gomlu steinkirkjuna í Froðbø, at hon var 13½ alin og 9 tummar long, harav kórið 3½ alin og 2 tummar. 6½ alin breið og 6½ alin høg. Her varð eisini funnin ein rúnasteinur í forkirkjuni, sum í 1825 bleiv sendur niður á Nationa Museet í Keypmannahavn. Longu í 1856 varð kirkjan á Bø flutt inn til búðplássi longri inni á fjørðinum, sum nú nevnist Tvøroyri. Undir hválin ella, sum seinni eisini er nevnt Kirckwall, ella kirkjuvalur, uppí í býlinginum í Valinum. Við ídnaðarvøkstri og fólkaflyting til staðið, bleiv kirkjan skjótt ov lítil. Nýggja kirkjan á Tvøroyri varð tikin í brúk Kr. Himmalferðardag í 1908, og eftir tað kundu hvalvíkingar, ella sandvíkingar fara rættiliga til verka. Niels Persson, bygningssnikkari, á Tvøroyri, sum hevði gjørt tekningina til hvussu kirkjan skuldi síggja út í Hvalvík, stóð fyri arbeiðinum. í 1908 varð so gamla Froðbíjar kirkja flutt av Tvøroyri og til Sandvíkar, har tilfarið varð brúkt at byggja kirkjuna við, tó eru nøkur ting innan varðveitt. Kirkjan varð vígd 18. sunnudag eftir Trinitatis í 1908 í Sandvík. Froðba er ein landnámsbygd ella bøur og hevur verið búsett síðan landnámstíðina, eisini eru hugleiðingar um at Froðba er enn eldri enn landnámsbygdirnar. Tað er ein søgn viðvíkjandi upprunan til nanvið Froðba um ein Danskan høvding ella kong áðrenn tíðarskeiði, sum vanliga verður sett í samband við Víkingar og landnám kom til Føroyar. Høvdingurin hæt Fróði, hann kom til Føroyar við óvart ávegis til Írlands. Óveður brast á og hann kom til Føroya. Tað var mjørki, og hann lovaði at um hann fann land har drekkivatn var, so skuldi hann búseta seg har. Mjørkin lætti og hann kom til Froðbiar og fann eina á har, og so setti hann búgv har, søgnin sigur eisini at av tí hann fann land blótaði hann til ásarnir og gav tí staðinum har teir komu á land Ásdalur, dalur ásanna. Navnið hevur verið upprunaliga Froðabøur ella á norrønum Froðabær. Hov. Hov er ein bygd i Suðuroy. Hov er gomul bygd og er umrødd í Føroyingasøgu. Har búði høvdingurin Havgrímur, og har hevði hann hov til sína gudadyrkan. Av hesum hevur bygdin fingið navn. Grøvin hjá Havgrími og hesti hansara er omanfyri bygdina, Undir Homrum, har sum bygdin var fyrr, áðrenn fólk fóru at byggja longri niðri. Bygdin liggur við Hovsfjørð. Vegir og gøtur í bygdini og Hovstunnilin. Hovstunnilin eitur tunnilin millum Øravík og Hov í Suðuroy. Tunnilin varð alment tikin í nýtslu leygardagin 20. oktober 2007. Hovstunnilin er 2.435 metrar langur og er 10 metrar breiður og hevur kostað 150 milliónir at gera. Áðrenn tunnilin kom var einans koyrandi eftir gamla vegnum um Hovsegg, sum læt upp 1. oktober 1958. Áðrenn vegurin um Hovsegg læt upp í 1958, var ongin koyribreyt til bygdirnar norðanfyri Hovsegg. Tá máttu fólk antin ganga eftir varðagøtunum ella sigla. Tann 23. november 2005 varð adressuskráin í Hovi góðkend av matrikulstovuni, gøturnar eita: Garðsvegur, Brekkuvegur, Í Leivsgarði, Brúarvegur, Stapavegur, Traðarvegur, Heygavegur og Við Grind. Brot úr føroyingasøgu. Havgríms grøv, sum er Undir Homrum í Hovi. Hov var ein høvuðsbygdin í Føroyum í víkingaøld, og søgnin sigur, at stutt eftir, at Føroyar vórðu kristnaðar, varð kirkja bygd í Hovi. Seinri er bygdarinnar støða viknað, og søgnin sigur eisini, at seinasta kirkjan varð flutt til Porkeris um trúbótarleitið. Havgrímur æt ein maður sum búði í Suðuroy í Føroyum. Hann var mætur, múgvandi og harðrendur. Kona hansara æt Guðrið, og hon var dóttur Snæúlvs. Havgrímur var høvdingi yvir øðrum helminginum av oyggjunum. Hann hevði fingið tær í len av Haraldi gráfeldi, sum tá var kongur í Noregi. Havgrímur var ógvuliga brályntur, og bar ikki orð fyri at vera serliga vitur maður. Ein húskallur hansara æt Einar, og var róptur Suðringur. Ein annar maður Havgríms æt Eldjarn Kambhøttur. Hann var orðmikil, illorðaður, fávitskutur og ilskur, latur, meinskur og eitt illmælt lyguvætti. Hovs Kirkja. Tá ið Vágsbygd fekk nýggja kirkju, varð hin gamla kirkjan flutt til Hovs og vígd aftur har í 1943. Upprunaliga var tað íslendingurin Guðbrandur Sigurðson, ið stóð fyri arbeiðinum at smíða kirkjuna á Kirkjukletti í Vági. Hon var 13 alin long og 6½ breið við 9 stólum mannfólkamegin og 8 stólum konufólkamegin. Kirkan varð bygd 1862. Teir, sum stóðu fyri arbeiðinum at taka gomlu kirkjuna á Kirkjukletti niður, vóru arkitekturin Johan Hofgaard og Johan Hammer, timburmaður. Teir tóku bretti fyri bretti niður og merktu tey. Sama var við bjálkunum. Síðan var alt tilfarið koyrt í lastbili út á kaiina í Vági, har tað varð flutt við skipi til Hovs. Av Stapanum varð tað borið niðan á tað staðið, sum hovbingar rópa Innan Glyvur. Grund varð laðað, og kirkjan sett upp aftur av nýggjum. Umframt arkitektin Hofgaard og Johan Hammer, hjálptu Leivur Jespersen og Hans Pauli Luid við at smíða kirkjuna upp aftur av nýggjum. Tá ið kirkjan stóð á Kirkjukletti hevði hon flagtak, men nú tá ið hon varð bygd av nýggjum, løgdu teir galvaniserað jarntak á. Tann 14. februar 1943 varð kirkjan vígd. Gulak Jacobsen, sum var fyribils settur próstur, vígdi hana. Leynar. Leynar er ein bygd í Streymoy. Fólkatalið er í dag 102. Sandvík. Sandvík er ein bygd í Suðuroynni. Sandvík er niðursetubygd og vóru tað hvalbingar, ið komu hagar um 1815. Tá kallaðist víkin "Hvalvík", seinni varð navnið broytt til Sandvík. Sandvík er norðasta bygdin í Suðuroynni. Nærmasta grannabygd er Hvalba. Hesar báðar bygdir vóru bundar saman við einum tunnli í 1969. Sandvíkartunnilin er 1500 metrar langur, hann hevur eina koyribreyt og fleiri møtipláss. Tunnilin er 2,8 metrar høgur og er hann lægsti tunnil í Føroyum. Víkingabygd. Sjálvt um Sandvík er niðursetubygd, so hava fólk tó búð í Sandvík í Víkingatíðini. Bygdin er nevnd í Føroyingasøgu við navninum Sandvík, og har búði Torgrímur illi. Hann var eingin vinmaður við Sigmund Brestisson, ið vildi hava Føroyar at vera skattland Noregs kongs. Tá ið Tróndur í Gøtu við sínum monnum søkti at Sigmundi, noyddist hesin at loypa í havið og svimja alla leið úr Skúvoy til Sandvíkar. Har beindi Tórgrímur fyri honum og tók gullringin, sum Sigmundur hevði um armin. Sandvík ella Hvalvík. Sandvík var ikki bygd aftur fyrrenn millum 1813-1816. Frá miðøld og fram í 20. øld hevur bygdin itið Hvalvík. Hetta var ikki heppið, tí onnur bygd við sama navni var í Føroyum. Í 1911 varð tí ásett, at henda bygdin í Suðuroy skuldi fáa sítt gamla navn, Sandvík, aftur. Húsið uttan Ánna. Í 1866 bygdi Niels Jacob Olsen húsini Uttan Ánna, sum í dag er forminnissavn. Húsini eru tey fyrstu, sum eru bygd uttan fyri ta stóru ánna, ið rennur mitt gjøgnum bygdina. Onnur gomul hús. Fleiri gomul hús og bygningar eru í bygdini, m.a. er ein gomul smiðja, sum Tummas Thomsen átti. Eisini er ein gamal handil fra 1877, sum var úthandil hjá handilsmonnunum á Tvøroyri. Tað var Jens Marius Nielsen, sum var seinasti handilsmaður har. Ásmundarstakkur. Vestan fyri Sandvík liggur Ásmundarstakkur, ið er ein stórur klettur, sum einaferð var fastur í landinum, men ikki longur. Eitt lítið sindur longur suðuri liggur Tvørgjógv (Neytakonugjógv), har níggju neytakonur gingu seg útav í mjørka. Tunnilin til Sandvíkar kom ikki fyrr enn í 1970, men tunnilin er ikki tíðarhóskandi longur. Brot úr Sandvíkssanginum. Lag: Højt over fjellet (skjótari tempo) Skálabotnur. Skálabotnur ella Skálafjørður er ein bygd í Eysturoy, sum liggur í botninum á fjørðinum við sama navni. Bygdin var partur av Skála kommunu, sum nú er løgd saman við Runavíkar kommunu. Bygdin Skálafjørður er m.a. kend fyri stóra samkomuhúsið Kelduna. Fólkatalið var 109 í 2013. Innast í Skálafirði er bygdin Skálafjørður. Norðanfyri, í dalinum millum Fjarða, er "Stevnuválur", sum var tingstaður hjá eysturoyingum. Lopra. Lopra er ein niðursetubygd í Suðuroynni, bygdin liggur 5 km sunnan fyri Vág. Fólkatalið var 86 við ársbyrjan 2014. Ein tunnil bindur bygdirnar Lopra og Sumba saman, sumbiartunnilin læt upp í 1997. Akrar er lítil bygd, sum liggur 2 km eystanfyri Lopra. Lopra liggur í einum dali rundan um Lopransfjørð. Tá ein kemur koyrandi úr Vági til Lopra, sæst toppurin av Beinisvørði daga undan Hestinum. Eitt spískt fjall í Lopra sum minnir um eina pyramidu eitur Kirvi, toppur eitur Kirviskállur. Fjallið sunnan fyri Lopra móti Økrum eitur Siglifelli. Beint áðrenn ein kemur til Lopra er ein vík sum eitur Kirrivík, hon verður eisini nevnd Ónavík. Úr Kirrivík er ein vegur gjørdur eitt petti vestureftir, hesin førir til Lopranseiði, tó ikki heilt vestur. Lopranseiði er sera vakurt og sermerkt stað á vestursíðuni av Suðuroynni. Har er eisini Lopranshólmur. Útsýnið suðureftir móti Beinisvørði er einastandandi. Víkarbyrgi. Víkarbyrgi er ein niðursetubygd í Suðuroy, har ongin býr longur, ein persónur hevur tó enn postadressu har, sambært Hagstovuni. Víkarbyrgi liggur á eystursíðuni á Suðuroynni millum Lopra og Sumba. Har hava verið tvær bygdir, Hamrabyrgi er sunnanfyri ánna og Víkarbyrgi er norðanfyri ánna, sum rennur oman gjøgnum dalin. Seinasta bygd, sum fekk vegasamband í Suðuroynni. Ongin vegur var til Víkarbyrgis fyrr, bygdin var hin seinasta av bygdunum í Suðuroynni, sum fekk vegasamband, tað var í 1977. Tað at vegurin kom førdi tó ikki til fólkavøkstur, men tað gjørdist lættari fyri bøndur og onnur at koma fram til bygdina. Eitt alibrúk var í Víkarbyrgi í nøkur ár, men tað er ikki til longur. Víkarbyrgi og Hamrabyrgi. Fyrr vóru tvær bygdir á Víkarfirði, tann sum var norðarðu megin ánna var Víkarbyrgi og hin sum var sunnanfyri ánna var Hamrabyrgi. Tað er tó bara Víkarbyrgi sum hevur postnummar, tað er nummar 928. Sneppan í Hamrabyrgi. Víkarbyrgi er landnámsbygd, hildið verður at hon er ein av elstu bygdunum í Føroyum. Bygdin varð tó avtoftað, tá svartideyði herjaði í 1349, bara ein kvinna livdi eftir, hon nevndist Sneppan í Hamrabyrgi. Enn síggjast toftirnar eftir, har hon búði. Søgnin sigur, at hon gjørdist so vill av at búgva har einsamøll, at tað ikki bar til at fáa hana at liva millum onnur fólk. Sumbingar gingu oman á hamarin beint uppi yvir har hon búði og kastaðu henni kjøt, so hon ikki doyði i hungri. Bygdin fólkað aftur í 1830. Ongin búði í Víkarbyrgi í nærum fimmhundrað ár, eftir at svartideyði legði bygdina í oyði og til Jógvan (Joen) Joensen úr Sumba setti búgv í Víkarbyrgi við húski sínum umleið 1830. Í 1906 búðu 40 fólk í Víkarbyrgi. Í 1970 búðu 22 fólk har, men sum áður nevnt býr ongin har longur. Fólk hava tó bygt summarhús í Víkarbyrgi og Hamrabyrgi, so eitt sindur av lívi er á staðnum av og á. Bøndur hava eisini framvegis seyð í Víkarbyrgi og nøkur neyst standa niðri við sjóvarmálan. Innan Glyvur. Innan Glyvur er ein bygd í Eysturoy. Innan Glyvur er ein lítil niðursetubygd á vestara armi av Skálafjørðinum, mitt millum Strendur og Skála. Her búgva 74 fólk. Innan Glyvur er upprunanavnið á kongshaga, sum røkkur úr Stóruglyvur og inn til Markrá, sum í dag er markið millum Runavíkar- og Sjóvar kommunu. Fyrsti maður, ið setti búgv Innan Glyvur, er helst Jóhannes Poulsen (f. 1856, d. 1892 av lungabruna, 35 ára gamal), ættaður Innan úr Bø á Strondum, men uppvaksin á Bakka á Skála. Hann giftist 4. mai 1884 við Onnu Mariu, fødd Hendriksen (1856-1944), ættað úr Grógv á Skála. Tey fingu m.a. innlagt eina trøð, sum skuldi føða tvær kýr vetur og summar. Tað er í 1884, sum er árið, bygdin Innan Glyvur verður grundað. Kolbeinagjógv. Kolbeinagjógv er ein bygd í Føroyum, sum liggur á vestursíðuni av Eysturoynni. Kolbeinagjógv hoyrir til Sjóvar kommunu. Tað búgva uml. 39 fólk i bygdini. Tað er ógreitt hvør upprunin til navnið er, men formurin Kolbeinagjógv hevur verið í brúki leingi og hevur vunnið sær vissa hevd, m.a. vísir tann dialektala úttalan av navninum seg at byggja á sniðið Kolbeina-. Morskranes. Morskranes er ein bygd á vestursíðuni á Eysturoynni. Fólkatalið í bygdini var 28 í 2013. Morskranes er ein partur av Sjóvar kommunu. Selatrað. Selatrað er ein lítil bygd í Eysturoy. Haraldssund. Haraldssund er ein bygd sunnarlaga á eystursíðuni á Kunoynni út móti sundinum við sama navni. Haraldssund var kyndilsmessubygd, tað er, at har varð dansað á kyndilsmessu. Úr Haraldssundi er søgnin. Í Haraldsundi búgva umleið 70 fólk. Í Haraldssundi er onki vinnuligt virksemi uttan landbúnaður, ella rættari sagt seyðahald. Eftir bardagalok í 1945 keyptu haraldssundsmenn ein 20 tons stóran útróðrarbát, sum var knýttur at bygdini í eini 20 ár. Báturin, sum æt Brimnes, lá vanliga fyri teymi beint út fyri bygdini. Haraldssundsmenn róðu annars dúgliga út við Brimnesi hesi árini. Seinni í tíðini var eitt ídnaðarvirki í bygdini sum framleiddi arbeiðshandskar. Í Haraldssundi er gamla bygdin við tveimum býlingum, Heimi í Húsi og Suðuri á Bakka, og so ein nýggjur býlingur, ið verður nevndur á Leiti. Býlingurin liggur omanfyri og sunnanfyri gomlu bygdina. Í gomlu bygdini eru 10 hús og á Leiti eru 11 hús. Skúlin í Haraldssundi er bygdur í 1930. Fyri nøkrum árum síðani varð eitt sera snotuligt bygdarhús bygt í Haraldssundi. Har kann borðreiðast fyri eini 200 fólkum. Kunoyar bygd. Bygdin Kunoy liggur á vestursíðan á Kunoynni. Hóast Kunoyggin er 14 km. long, er bara tann eini møguleikin fyri føstum búplássi á vestursíðuni, og har liggur bygdin á flatanum undir Skarðdali og Lítladali. Omanfyri dalarnir eru Lítlafjalli og Kúvingafjalli fyri norðan og Urðafjalli fyri sunnan. Ongar fornfrøðiligar kanningar eru gjørdar í Kunoy, ið kunna siga nakað um aldur á bygdini, men haldast má, at hon er bygd í landnámstíðini. Tríggjar rættuliga stórar áir renna oman gjøgnum bygdina: Garðá, Myllá og Skarðdalsá, og tríggir býlingar hava verið frá fyrndini í bygdini, og liggja teir við hvør sín á. Suðuri í Bø, Heimi í Húsi og Norðuri í Húsi. Í 1737 eru tveir býlingar, Heimi í Húsi og Suðuri í Bø. Gamalt er, at Norð í Húsi skal vera triði býlingurin í Kunoy. Har skal fólk hava búð í gomlum døgum, men um ár 1700 doyr býlingurin út. Í 1825 búgva aftur fólk Norð í Húsi. Fólkateljingin í Føroyum í 1801 vísur, at bygdini Kunoy búgva 13 familjur, sum telja tilsamans 64 fólk. Í 1930-árunum varð farið undir at gera ein uppdyrkingarveg í Kunoy. Hann gongur sunnan av Bø, níðan frá Garðá, framundir víðarlundini, har ein rættuliga stór brúgv bleiv gjørd um Myllá, og so norðureftir omanfyri bygdina, og oman aftur gongur hann í hin gamla vegin Norðuri í Húsi. Tað tók nakrar vetrar at gera vegin, og er hann um 1,5 km til longdar. Síðani vegasamband kom til bygdina er stór útstykking gjørd í bygdini. Hendan útstykkingin liggur sunnanfyri Garðánna, og omanfyri býlingin Suðuri á Bø, og er fleiri nýggj hús bygd har, eins og grundstykkir eru tøk til framtíðar sethúsabygging. Kunoy var nýggjársbygd. Hagar komu fólk úr grannabygdunum at vitja og dansa á nýggjárinum. Ítróttur. Ítróttur er kropslig venjing undir føstum reglum vanliga skipað og íðkað sum kapping. Hóast ítrótt er spæl, krevst ofta av teimum, ið íðka ítrótt, at tey eru sterk av lyndi. Og í t.d. kappingarítrótt er gleðin at vinna ofta vann størsta. Kappingarítrótt er vanliga skipað eftir reglum og lógum, so at treytirnar hjá teimum, sum kappast, skulu vera tær somu. Ítrótt mest er sprottin úr gerandisvirksemi, til dømis renning, bogaskjóting og glíming. Onnur ítrótt, til dømis vælumtóktu bóltspølini, er nógv nýggjari. Og so hvørt útgerðin mennist, verða reglurnar broyttar, so at eitt ítróttafólk ikki skal hava fyrimun fram um annað. Stuðlar og sjónvarp ávirka ítróttina nógv. Bestu leikararnir vinna milliónir, og størstu ítróttahendingarnar síggjast um allan heimin um fylgisvein. Hvør ítróttargrein hevur sínar reglur, so øll, sum leika, skulu vita, hvussu ið leikað skal verða. Kampleiðarar og dómarar eru við á leikvølli og fylgja gjølla við, at leikarar halda reglurnar. Í summum spølum floyta teir hart, tá ið leikur skal byrja, ella steðgur skal verða. Eisini vísa teir við flaggi ella hond, at leikarar skulu vita, hvar ið nú er farið fram. Í reglunum fyri ymisku spølini er skrivað, hvussu breiður og langur vøllurin skal vera, hvussu hann skal vera merktur, og hvar ið málini skulu vera. Kanska eru ymiskar reglur, einar fyri vaksin og einar fyri børn. Í t.d. kurvabólti eru tríggjar støddir av plátum og fríkastøkjum: fyri vaksin, ung og yrkisleikarar. Soleiðis er eisini í m.a. fótbólti, har yngstu leikararnir spæla tvørturum á hálvum vølli og í handbólti, har tey smáu spæla á lítlum vølli við lítum bólti. Í liðiítrótt, sum til dømis fótbólti ella handbólti, mugu leikarar arbeiða saman, skulu teir vinna. Fremstir í liðiítrótt eru oftast álopsleikararnir - teir, ið skora málini. Men royndu allir at skora, vóru eingir verjuleikarar at forða hinum liðnum at skora. Hvør leikari hevur sítt pláss á liðnum, og allir eru líka týðandi, at liðið skal vinna. Búnar hava nógv at siga í liðiítrótt. Áskoðarar og leikarar duga eftir teimum at skyna, hvør ið er í parti. Innanundir búnanum við eyðkennislitinum eru leikarar í ymiskum verjum, ella teir hava verjur um knø og albogar. Tað er serliga í spølum, tá ið leikarar renna ofta hvør á annan og detta, til dømis í amerikonskum fótbólti, íshockey, rugby ella handbólti. Skógvar eru gjørdir til ymisku undirløgini - gummisóli til innandura spæl og skógvar við tøppum undir til gras. Bóltur er týðandi útgerð hjá summum, og hjá øðrum er neyðugt við ketsjara ella batti. Í einstaklingakappingum kappast luttakarnir hvør móti øðrum. Summir í greinum, sum lættur eru at máta, og har ið met kunnu setast. Maður móti manni eru t.d. í tennisi, judo og fikting. Fleiri kunnu kappast í senn í kapprenning ella á rossabaki. Í summum greinum eru ítróttafólk púra einsamøll tá tíð, tey kappast. Soleiðis er m.a. í alpinari skiðrenning og bogaskjóting. Kappingar eru, har ið ikki ber til at síggja beinleiðis, hvør ið vinnur. Har eru dómarar, sum geva stig, og bíðað verður altíð í spenningi eftir úrslitinum. Soleiðis er í fimleiki, og tá ið kavað verður. Um orðið. Orðið kemur frá fornnorrønum "iþræt" sum er í ætt við "íð" sum merkir at "útinna" ("íðka") nakað. "Ítrótt" er sambært orðabókum kvennkynsorð, men í mannamunni verður oftast orðið "ídráttur" nýtt. Hetta hevur ført við sær vanliga skriviháttin "ítróttur" (kvennkynsorðið maskuliniserað), sum í veruleikanum á føroyskum ikki kann sigast, soleiðis sum tað verður skrivað. Ítróttargreinar. a> brúka teir ein avlangan bólt. Rugbyleikarar brúka eisini avlangan bólt. Føroyar. "Høvuðsgrein: Ítróttur í Føroyum" Skarð. Skarð er ein avtoftað bygd í Kunoy. Skarðsbygd bleiv hart rakt tann tiltikna skaðadagin, Tollaksmessudag (23. desember) í 1913, tá ið tríggir bátar, við 19 monnum, gingu burtur í Norðoyggjum, ein úr Norðdepli, ein úr Kunoy og Skarðsbáturin. Alt tað arbeiðsføra mannfólkið á Skarði, 7 mans, sjólótust hendan dagin, og hetta førdi við sær at bygdin avtoftaðist so líðandi. Tey seinastu fólkini fluttu í 1919. Býttlingasøgur. Nógvar skemtisøgur ganga um skarðsmenn í Norðuroyggjum og óvitsku teirra í gomlum døgum líkasum um fámningar í Suðuroy. «Máni, máni, kom í mína brók, tú skalt fáa smørklíning í bót”. Men mánin vildi ikki goymast í skarðsmanna brøkur og ikki hava teirra smørklíning, men fór fram sína leið at lýsa fyri øðrum enn teimum; útlúgvaðir og deyðmóðir komu teir til húsa, men ongan mána høvdu teir aftur við sær. Ein morgun um sólarrenning kom ein maður eystanífrá gangandi til Fámjins. Nú hann kemur oman eftir seinastu brekkuni og nærkaðist bygdini, sær hann eina gentu í tí húsinum, ið næst lá við breytina, ganga stákandi út og inn við einum trogi í hondunum. Hann sær, at trogið er tómt, og spyr tí, hvat hon hevði at starva. Hon svaraði, at hon bar náttina út og dagin inn, at dagsljósið kundi koma inn í stovuna. Eitt kvøld var logn á pollinum í Fámjin, og mánin speglaðist so reyður í sjógvin. Ein fámningur hevði hoyrt gitið um ein stórhval, sum eitur royður, og nú hann sá hetta reyða glitrandi á sjónum í pollinum, fór hann um alla bygdina og rópaði: ”Royður er komin á pollin, verið skjótir oman at sláa hann og býta hann ímillum okkara!” Hann visti, at kópar ofta á flóðini komu um rivið inn á pollin; tá ið hann so fjaraði sjógvin, og tað varð grynri úti á rivinum, vildu kóparnir aftur søkja út á dýpið í víkini, og tá vóru fámningar vanir at fara út á rivið og sláa kóparnar, í tí teir skuldu fara upp um rivið. Nú hoyra fámningar, at tað er ikki sum vanligt ein kópur, men ein stórhvalur, sum er á pollinum, og teir eru so fegnir um hesi boð, at teir skunda sær at stoyta kornið úr tunnunum í ánna, at teir kundu hava hesi tómu ílátini at skera spikið av hvalinum niður í; - hvalurin vildi geva teimum tað, ið meira var vert enn nakrar tunnur av korni, bæði spik og tvøst. Teir fara nú út á riv við gassum, knívum og øðrum amboðum til at fáa hvalin dripnan og býttan sundur; - men nú var illa vorðið, - eingin hvalur og einki at fylla í tær tómu tunnurnar, og snópnir máttu teir tá fara við ongum aftur til húsa. Eina ferðina fram ímóti sólsetur vóru nakrir fámningar staddir úti í túni, og tá ið sólin var um at søkka í kav har vestur fyri bygdini og vóð í havbrúnni so stór og reyð, kom eitt stórt skýggj fyri hana, og tað sá so ógvuliga undarligt út. Ja, sum vera mundi, frættist tað skjótt inn í húsini, at nakað sjáldsamt var at síggja, og tá ið tílíkt var í vón í Fámjin, vóru bygdarmenninir av forvitni ikki seinir á fótum at tyrpast saman og njósnast um, hvat ið vera mundi, sum dró fólk saman í flokk. Allir koma teir nú út at hyggja at hesari undursjón vestur í havi, og allir vildu fegin vita, hvat hetta stóra skínandi mundi hava at týða, ið teir høvdu í eygsjón. Teim var ymist á máli um hetta: ein segði tað vera eitt djór, sum gekk eftir havinum og gloypti sólina, ein annar helt tað vera eitt fjall, eina flotoyggj, og mangt annað, líkt og ólíkt, var borið upp. Av tí, at eingin vildi víkja frá sínari meining, komu teir upp at kjakast, og so harðliga trættu teir, at teir vóru úti við at koma upp at berjast. Tá tók ein av teimum friðaligastu millum teirra til orða, at bestu hyggjuráðini mundu vera at fara eftir Rannvá hini gomlu. Hon var tá sum skjótast borin út, og tá ið hon hevði hugt eina løtu at tí, ið ófriðin voldi, segði hon: ”Hetta er Klæmintskirkja, ið upp kemur úr havi”. Hetta trúðu nú allir mundi vera satt mælt, og í tí troysti tagnaðu teir allir og fóru í frið inn hvør til sín, tí hon var hin vísasta í bygdini, og eingin ivaðist um, at hennara orð ikki skuldu vera tað rætta. Jógvan í Gerðum. Tað eru mong ættarlið, síðan Jógvan í Gerðum livdi. Hann var, sum sagt verður frá, ein ógvuliga mungin maður. Umframt ta ogn, hann hevði (tá í tíðini hoyrdi uppsalajørðin eisini til Gerða), vildi hann fegin hava Kvíingadal, sum tá hoyrdi til Árnafjørð. Ein dagin fór Jógvan burtur í haga saman við einum húskalli at hyggja eftir seyði. Frammanundan hevði hann grundað út ein tanka, sum eingin hevði grun um. Tá ið heim aftur skuldi farast, setti hann kósina móti Árnafirði, og við húskallin, ið við honum var, segði hann, at um hann skuldi koma at taka brókatøk við miðstovubóndan, so mátti húskallurin hjálpa sær. Komin til Árnafjarðar fóru teir inn til miðstovubóndans, har teir vóru væl fagnaðir við mati og drekka. Meðan teir sótu við borðið, komu bøndurnir báðir upp at klandrast, og endin varð, at teir fuku saman at berjast. Tað vóru útlit fyri, at miðstovubóndin fór at vinna; men so kom húskallur Jógvans sær uppí; hann tók í bein miðstovubóndans, so hann datt, og Jógvan var ikki seinur at drepa hann. So fekk Jógvan Kvíingadal. Men hetta var honum ikki nokk. Hann fekk gott eyga á Skálatoftir, sum um tað mundið var ein bygd við átta húsum. Íbúgvarnir við Skálatoftir vóru góðir jarðamenn og vælstandandi. Bóndin á Skálatoftum æt Símun og var skyldur við konu Jógvans. Ein dagin, Jógvan var burtur í haga, møtti hann Símuni og birti klandur við hann. Teir ruku saman, og Símun lá eftir, tá ið Jógvan leitaði heim aftur til húsar. - Hann segði konu síni frá, at Símun var deyður, og hon, sum grunaði, hvussu hann var deyður, svaraði bert: “Harrin eigi sál hansara.” Enn hevði Jógvan eftir sínum tykki ikki alt tað, hann ynskti. Hann átti ein skyldmann, ið hevði nógva ogn á Skarði. Hann vildi nú eisini ogna sær hesa jørð. Hann virkaði sær eina bjargalínu av ull (allar línur vóru í teirri tíðini virkaðar úr ull), men til miðjuna á hesi línu nýtti hann svídda høvdaull. Tá ið línan var liðug, fór hann við henni til Skarðs og læt skyldmannin fáa hana til gávu. Hann var væl fagnaður. Um línuna segði hann, uttan at hann fyri tað vildi rósa sær sjálvum, at hon var óføra sterk. Og hann hevði tí góðan hug at vera hjá, tá ið hon fyrstu ferð skuldi roynast. Tíðliga á morgni fóru menn avstað til bjargar. Og skyldmaðurin á Skarði var fyrsti maður niður við línuni um beltið; tá ið fýrt var til helvtar av línuni, slitnaði hon, har tann svídda høvdaullin var; hann datt oman og sló seg deyðan. Jógvan sýndist at taka sær hesa vanlukku ógvuliga nær. Men nú átti hann eisini ogn skyldmans, so tað var sorgina vert. EM í fótbólti. Evropameistaraheitið í fótbólti (EM í fótbólti) er tann týdningarmesta fótbóltskappingin fyri landslið fyri limirnir í UEFA. Henda kapping um Evropameistaraheitið hevur verið fyriskipað regluliga fjórða hvørt ár síðan 1960. Til 1976 luttóku bara fýra lið í enda umfarðinum, frá 1980 luttóku átta lond og frá 1996 luttóku sekstan lond. Londini verða funnin við einari røð av kvalifikatiónsdystum. Vertslondini fyri meistaraheitini eru altíð kvalifiseraði uttan at kappast um tað. Onkuntíð er bara eitt vertsland, men av og á eru tað tvey grannalond, sum eru vertslond saman. Ørðavíkarlíð. Ørðavíkarlíð ella Líðin er ein bygd í Suðuroy. Bygdin liggur ímillum Trongsvág og Øravík. Heilt neyvt kann sigast, at Líðin strekkir seg frá Hellá til Skarðið. 67 fólk búgva í Líðini (2014). Ferjulegan Krambatangi er í Øravíkarlíð, Rúsdrekkasøla Landsins, eisini nevnd Rúsan, er á Langabakka í Øravíkarlíð. Drelnes og Saltsiloin eru eisini í Øravíkarlíð. Har, á Drelnesi, er bygd bryggja, sum stór skip kunnu leggja at, og har er eisini bygd stór saltgoymsla. Saltsiloin verður bygd um til eitt stórbært mentanarhús, arbeiðið byrjaði í 2013. Verkætlanin er stuðlað av Mærsk-grunninum, donsku stjórnini, Føroya Løgtingi og øðrum. Athen. Grikska parlamentsbygningurin á Syntagma Plássinum. Myndin er tikin 17. mai 2012, tá nýggja stýrið tók við, tá fíggjarkreppan leikaði harðast í Grikkalandi. Athen "(grikskt: Αθήνα; Athína)" er høvuðsstaður Grikkalands og størsti býurin í landinum. Athen er ein av heimsins elstu býum, sum frá skrivligum keldum kann føra sína søgu umleið 3400 ár aftur í tíðina. Har búgva (2011) 664 046 íbúgvar í sjálvum býnum, (fólkatalið var 796.442 í 2004) Stórbýurin Athen við forstøðum og upplandi hevði 3.074.160 íbúgvar í 2011, á einum 412 km2 stórum øki. Sambært Eurostat er Athen tann stórbýurin í ES, sum hevur 7. flestar íbúgvar og 4. flestar íbúgvar av høvuðsstøðunum í ES í 2004, tá tað búðu 4.013.368 í Athen (við forstøðum og upplandi). Athen er tann syðsti høvuðsstaðurin í Evropa. Arvurin frá tí klassisku tíðini er enn sjónligur í Athen við minnisvarðum og ymiskum bygningum, sum eru listarverk, har tað kendasta nokk man vera Parthenon á Akropolis, sum av mongum verður hildið at vera týdningarmesta bygningsverkið í vesturlendskari mentan frá fornari tíð. Býurin hevur eisini fleiri fornminni frá rómverskari og bysantinskari tíð, og nøkur frá tí osmanniska tíðarskeiðnum. Athen hevur tveir heimsarvar, sum eru á listanum hjá UNESCO yvir heimsarvar, nevniliga Akropolis og Dafni Klostrið. Miðdepilin í gamla høvuðsstaðnum í Grikkalandi var Akropolis, har 2500 ára gomlu toftirnar av Parthenontemplinum eru. Men meginparturin av býnum er nýggjur, tí at mong fólk av bygd eru flutt hagar at leita sær eftir arbeiði. Ein avleiðing av bráða vøkstrinum er, at fáastaðni í heiminum er luftin so dálkað sum í Athen. Til tess at minka um luftdálkingina er ikki loyvt at koyra bil inni í býnum summar dagar í vikuni. Søga. Tey eldstu prógvini frá menniskjum í Athen eru frá yngru steinøld. Í bronsuøldini uppstóð eitt meira skipað samfelag, ein partur av tí mykensku borgmentanini. Eftir at henda mentanin fall umleið ár 1200 á.Kr. komu tær myrku øldirnar (uml. 1200 til 900 á.Kr.). Frá hesi tíðini eru nøkur spor av aktiviteti í Athen, men tað sær ikki út til at hava verið eitt samfelag, ið var nakað serliga skipað. Býurin fór at vaksa umleið 900 á.Kr. Fram til umleið 640 á.Kr. var Athen eitt kongadømi við einari aristokratiskari stýrisskipan. Athenbúgvar løgdu Attika undir seg hetta tíðarskeiðið. Meðan allir grikskir býarstatir høvdu ræði yvir eitt øki kring sjálvan býin, er tað annarleiðis við Athen, sum hevði valdið á einum rættiliga stórum øki. Undir tyraninum Peisistratos byrjaði býurin at markerað seg sum ein miðdepil fyri listahondverk og arkitektur. Í 510 á.Kr. fingu tey ið vóru ímóti tyranstýrinum hjálp frá Sparta til at broyta stýrisskipanina. Tað athenska fólkaræðið var eitt demokrati, ið hevði beinleiðis fólkaræði við eini røð av sereyðkennum. Síðan 558 á.Kr. høvdu persarnir víðka um land teirra. Persisk herlið komu til tað grikska meginlandið í 490 á.Kr.. Athen varð kringsett, og tvær ferðir noyddur fólk at rýma úr býnum. Men í 479 á.Kr. taptu persarnir við Plataiai, og uppgóvu royndina at vinna Grikkaland. Athen var nú blivin tann valdmiklasti býarstaturin í Grikkalandi, og tað dámdu spartanarum ikki. Kríggini millum báðir býarstatirnir endaðu við at Athen tapti, og tá Filip II av Makedonia víðkaði um sítt økið og kom inn í Grikkaland, megnaði Athen ikki at standa ímóti. Filip II hevði ræði á Athen og sonur hansara Aleksander Mikli, staðfesti hetta. Athen var framhaldandi ein týdningarmikil býur, eisini í hellenistiskari tíð, men var ikki longur ein sjálvstøðugur statur. Býurin bleiv førandi innan mentan og útbúgving, og teir filosofisku skúlarnir lokkaðu lesandi frá strórum pørtum av grikska heiminum, og so við og við eisini frá rómverska heiminum. Grikkaland varð innlimað í Rómverjaríkið í 86 á.Kr.. Athen fikk enntá minni ávirkan politiskt sæð, men bleiv við at vera týdningarmikil miðdepil fyri lærdóm. Paulus ferðaðist eitt nú til Athen fyri at kynda um kristnu trúnna, og Grikkaland var eitt teimum fyrstu økjunum í Rómverjaríkinum, ið tóku nýggju trúnna til sín. Hetta tíðarskeiði bleiv endin á Athen sum lærdómsmiðdepli, men tað var ikki fyrr enn undir Justinian keisara, í 529 at lærustovnarnir vóru stongdir heilt. Nýggjari søga. Í 1836 gjørdist Athen høvuðsstðaur í tí nýggja Kongaríkinum Grikkaland, og býurin mentist skjótt til ein nýmótans evropeiskan høvuðsstað. Í 1907 var fólkatalið 167.479. Franskt artillarí í Athen, 1917. Undir fyrra heimskríggi var hart stríð í gøtunum í Athen millum eitt stórt herlið sum var komið í land við Pireus, tað vóru 3000 franskir, italskir og ensk herlið sum stríddust móti grikska herinum og grikska fólkinum úr Athen. Teir sameindu noyddust at rýma úr aftur býnum, men í 1917 megnaðu fraklendingar at herseta býin. Folkavøksturin í Athen var øgiligur eftir tað, sæð við grikskum eygum, katastrofala griksk-turkiska kríggið frá 1919 til 1922, tá yvir ein millión flóttafólk vóru tvangsflutt til Grikkalands eftir Lausannefriðin í 1923, tey vóru noydd at flyta frá heimum teirra í Lítla Asia, sum í dag hoyrir til Turkaland, av hesum mongu fluttu umleið 300.000 til Athen og forstaðir til Athen. Árini 1941 til 1944 var Athen eins og restin av Grikkalandi, hersett av Nasitýsklandi. Ítróttur. Summar OL hevur verið hildið í Athen tvær ferðir, 1896 og 2004. Býurin stóð eisini fyri teimum óalmennu leikunum sum vóru hildnir í 1906. Athen hevur fleiri stór ítróttarfeløg, sum fótbóltsfeløgini AEK Athen FC, Panathinaikos FC og Panionios FC, kurvabóltfelagið Maroussi BC og hondbóltsfelagið Sony Athinaikos Athens. Síðan 1983 hevur Athen Marathon verið fyriskipað í býnum. Svenskt mál. Svenskt er málið í Svøríki og í Álandi, og er minnilutamál í Finnlandi. Svenskt í Finnlandi er serligt málføri, ið kallast finnlandssvenskt. Sí eisini. * Danskt mál. Danskt mál er málið í Danmark. Danskt er móðurmál hjá um 5.300.000 fólkum, harav um 5.000.000 í Danmark, um 8.000 í Grønlandi og um 2.500 í Føroyum. Danskt er eitt av germansku málunum. Av tí at Føroyar í fleiri hundrað ár hava verið í ríkisfelagsskapi við Danmark, hevur danskt mál altíð havt sterka støðu her hjá okkum. Danskt var lógarmál, kirkjumál og skúlamál langt upp í 20. øld. Serliga sterka støðu hevði danskt í høvuðsstaðnum, Havnini, har tað fínara fólkið búði, embætismenn, konslar og keypmenn. Børnini úr hesum umhvørvi við nógvum blandingsgiftum tosaðu danskt, summi teirra høvdu beinleiðis danskt sum móðurmál. Danskt er tryggjað í heimastýrislógini, har tað stendur at lesa, at: "Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum". Við øðrum hevur danskt serstøðu millum fremmandamálini, sum verða lærd í fólkaskúlanum í Føroyum. Danskt er ikki einans móðurmál fyri uml. 5 milliónir danir – tað er eisini eitt týðandi annaðmál í Føroyum og Grønlandi. Her skulu allir skúlanæmingar læra danskt sum fremmandamál. Danskt er eisini eitt týðandi minnilutamál í norðara parti av Týsklandi. Uml. 50.000 fólk hava danskt sum móðurmál í týska landslutinum Suðurslesvig. Nógv ung í Føroyum lesa heldur bøkur á donskum enn á teirra egna móðurmáli. Lond við meiriluta av fólki, ið tala danskt. Ensk tøkuorð streyma inn í øll tey norðurlendsku málini, men rákið er, at ensku orðini í størri mun varðveita teirra uppruna ensku útsjónd í donskum, herundir málfrøðiligar bendingarendingar og stavseting. "Computer", "weekend", "speaker" og "teenager" eru dømi um orð, ið kunnu brúkast á donskum, men sum verða broytt til norðurlendsk orð á norskum og svenskum. Eisini søguliga hevur danskt verið dúgligt til at læna frá øðrum málum. Orð sum "bange", "borger", "angst" og "alene" t.d. stava frá streyminum av týskum tøkuorðum, sum nógv komu inn í málið í 1600-talinum. Tá ein dani fer at telja, hava aðrir norðbúgvar trupult við at fylgja við. Men tað er í veruleikanum bert fimm orð, ið volda trupulleikar, nevniliga "halvtreds", "tres", "halvfjerds", "firs" og "halvfems". Tey kunnu virka óskiljandi, men hava ein logiskan uppruna. Danska talskipanin byggir nevniliga á "tyve" og "tyve" á donskum eitur "snes" í eintali og "snese" í fleirtali. Tá danir siga "tres", er tað ein samanrenning av "tre snese", meðan "firs" er ein samanrenning av "fire snese". "Halvtreds" merkir sostatt tríggjar sneisir minus eina hálva sneis. Ein av stóru trupulleikunum við donsku framsøgnini er, at tað oftast bert eru herd orð, ið verða markað týðuliga í talumálinum. Óherd stavilsi eru trupul at fanga hjá teimum, ið tosa svenskt ella norskt. Fleiri sjálvljóð verða søgd ymiskt á donskum og svenskum. Eitt langt "a" á donskum ljóðar sum eitt svenskt "ä", og "u" á donskum verður sagt nærri sum eitt svenskt "o". Um eitt orð byrjar við "g" ella "k", skal tað altíð framberast við g- ella k-ljóði. Sjálvljóðini í samansetingum sum sk-, skj- og stj- verða øll framborin og ikki eins og á svenskum stytt til eitt sje-ljóð. Endingar og ljóðveik stavilsi hvørva oftani, tá danskt verður borið fram, og tað ger tað trupult at hoyra nær eitt orð byrjar og endar. Tað gevur ikki bert trupulleikar hjá øðrum norðbúgvum. Kanningar vísa, at trý ára gamlir danir hava lært munandi færri orð, enn javngomul í eitt nú Noregi og Svøríki, og at danskir skúlanæmingar hava eina truplari uppgávu fyri framman, tá tey skulu læra seg at lesa og skriva á teirra egna máli. Sí eisini. * Budapest. Budapest er høvuðsstaður Ungarns og hevur umleið 1 735 000 íbúgvar (2013). Býurin er størsti býurin í landinum og ein av størstu býum í ES. Hin 17. november 1873 vóru býinir Buda, Óbuda og Pest sameindir til ein stóran bý við nýggja navninum Budapest, sum inniheldur nøvnini á tveimum av fyrrverandi býunum Buda og Pest. Áin Donau rennur gjøgnum býin, býarpartarnir Buda og Pest liggja hvør sínu megin Donau, Buda er vestaru megin Donau, har var gamli ríkisdagshøvuðsstaðurin í keisaraveldinum Eysturríki-Ungarn. Eystaru megin Donau er Pest, sum er miðdepil fyri handil, fíggjarvirksemi og ríkisfyrisitingina. Mong ferðafólk koma til Budapest - nógv fleiri enn til hinar høvuðsstaðirnar í Miðevropa, og næstan tveir triðingar av útlendsku íløgunum í Ungarn eru í høvuðsstaðnum. Íbúgvatal. Fólkatalið í Budapest frá 1880 til 2009. Grikskt mál. Grikskt mál (ελληνικά - ellinika ella ελληνική γλώσσα / elliniki glossa) er ein sjálvstøðug grein av teimum indo-evropeisku málunum. Grikska málið er høvuðsmál í Grikkalandi og á Kýpros. Málið sum tey tosa í dag verður nevnt nýgrikskt, tað sum tey tosaðu og skrivaðu í fornøldini verður nevnt forngrikskt, harumframt eru tað onnur griksk mál, t.d. er nýgrikst ikki bara nýgrikst. Nýgrikskt er móðurmál hjá um 12.250.000 fólkum, harav um 9.850.000 í Grikkalandi og um 580.000 í Kýpros; Nýggja Testamenti er skrivað á koine grikskum, og tað er átrúnaðarligt mál í griksku ortodoksu kirkjuni. Málstríð. Í nógv ár var eitt málstríð (diglossi) í Grikkalandi. Stríðið snúðið seg um, hvørt tey áttu at tosa og skriva eitt grikst mál sum lá so tætt upp at tí forngrikska sum møguligt, "katharevusa" (tað reinskaða málið), ella um tey skuldu tosað og skriva tað sum tað vanliga fólkið tosaðu, "dimotiki". Tey lærdu brúktu í høvuðsheitum katharevusa, t.d. í rættarmálum, á lærdum háskúlum, í fyrisitingini osfr., meðan tey ikki lærdu, ella tað vanliga fólkið, brúkti tað móðurmálið sum tey høvdu lært, dimotiki. Hetta málstríðið endaði í 1976, tá ein nýggj lóg varð sett í gildið, sum segði, at dimotiki nú var tað almenna málið í Grikkalandi. Grikska stavraðið. Tað eru 24 bókstavir í tí grikska alfabetinum, allir hava ein stóran bókstav og ein lítlan bókstav, tó hevur sigma tvey sløg av smáum bókstavum, eitt vanligt sigma (σ) og eitt sum verður brúkt tá eitt orð endar við s (ς). Funningsfjørður (bygd). Funningsfjørður er ein bygd í Eysturoy, ið liggur innast á fjørðinum við sama navn. Funningsfjørður er niðursetubygd av Elduvík. Fólkatalið var 55 í 2013. Fyrstu húsini, ið vórðu bygd í Funningsfirði eru varðveitt og standa niðri við fjørðuna. Skipað verður fyri Jóansøkubáli í bygdini á hvørjum ári. Elduvík. Elduvík er ein bygd í Eysturoy. Elduvík er gomul bygd. Fyrstu ferð, at man veit um, at bygdin er nevnd, er í Hundabrævinum frá ár 1350. Fólkatalið er 13 (2013). Bygdin verður nógv vitjað av ferðafólki. Har er sera vakurt og nógv at síggja. Vestari partur av bygdini, har kirkjan og gamli býlingurin eru, er sera hugnaligur. Áhugavert er ein túrur inn í gjónna, har lending er, og sum liggur eitt fitt petti uttan fyri bygdina. Í eystara parti av bygdini er kort sum lýsir, hvussu nógv gróthús vóru í gomlum døgum, og nøkur standa framvegis. Gøtugjógv. Við Gøtugjógv er ein bygd í Eysturoy. Bygdin við Gøtugjógv liggur eystanfyri stóru gjónna, sum sker seg norður gjøgnum lendið millum Syðrugøtu og Norðragøtu. Við Gøtugjógv eru skúli, peningastovnar, kirkja og samkomuhús felags fyri allar tríggjar bygdirnar, sum ofta undir einum verða róptar í Gøtu. Bygdin við Gøtugjógv hevur frá gamlari tíð verið ein savningarstaður fyri bygdirnar í gomlu Gøtu kommunu, og ber hon navn eftir gjónni, ið liggur beint sunnanfyri bygdina. Í 1890 varð skúli bygdur har, og hevur kommunali skúlin hildið til har síðan við útbyggingum í 1929, 1974 og í 2010. Studentaskúlin í Eysturoynni húsaðist í gomlu skúlabygningunum við Gøtugjógv, áðrenn flutt varð inn á Kambsdal í 1989. Í dag ganga børn í 4.-7. flokki úr allari Eysturkommunu í skúlanum við Gøtugjógv. Áður hava eisini bankar og sparikassar havt deildir í bygdini. Bygdin er eisini prýdd við eini vakrari viðarlund omanfyri bygdina, og er eisini ein miðdepil fyri mentan við Losjuni, og fyri trúar- og samkomulív við nýggju Gøtu Kirkju, ið varð vígd í 1995, og Filadelfia, samkomuhúsinum hjá brøðrunum. Gøtueiði. Gøtueiði ella Undir Gøtueiði er eitt pláss í Eysturoynni. Einasta búseting, sum hevur verið á staðnum, var tjaldið hjá vekingarrørsluni Kelduni. Tað er tó skjótt langt síðani, at tjaldið varð tikið niður, og bygningurin í Skálabotni varð tikin í nýtslu í staðin. Sambært Hagstovu Føroya búðu 30 fólk Undir Gøtueiði í 2013. Lítla bygdin á Skálafjørðinum, ið ber navn eftir hvar hon liggur – Undir Gøtueiðinum – er frá umleið 1860 og er sostatt yngri enn hinar gøtubygdirnar. Bygdin er vaksin saman við Skipanesi, ið er partur av Runavíkar Kommunu, og hesar verða mangan mistiknar at verða ein og sama bygd. Bygdin hevur verið eitt knútapunkt hjá gøtufólki við tað, at gøtumenn altíð hava havt bátar liggjandi við Skipanes. Herfrá var lættari at sleppa yvirum Skálafjørðin ella suður til Havnar. Vatnsoyrar. Vatnsoyrar er ein bygd í Vágoynni við norðurendan á Sørvágsvatni / Leitisvatni. Vatnsoyrar er niðursetubygd frá fyrst í 20. øld. Í dag er bygdin serliga kend fyri stóru vindeygaverksmiðjuna Vatnsoyrar Snikkaravirki og fyri leguhúsið Zarepta hjá Brøðrasamkomuni. Vatnsoyrar er yngsta niðursetubygd í Føroyum, frá 1921, og tann einasta hvar sjógvur ikki sæst. Fyrstu 20 árini vóru bert trý hús í bygdini, men aftaná kríggið vaks bygdin. Seinastu árini hava 60 fólk búð í Vatnsoyrum. Innbúgvarnir eru flestir í tænastuvinnuni í øðrum bygdum. Bygdin er partur av Miðvágs Kommunu. Ein av fyrstu koyrivegunum millum bygdir í Føroyum, varð gjørdur millum Sørvág og Miðvág, ígjøgnum Vatnsoyrar. Í Vatnsoyrum er slætt og náttúruvakurt, friðarligt og hugnaligt. Stóra áin, Skjatláin, rennur oman í tað stóra vatnið, Leitisvatn/Sørvágsvatn. Har ber til at fiska síl og njóta náttúrunar friðsælu. Stórt heiðalendi eru norðanfyri Vatnsoyrar, og har var nógv torvarbeiði í tí tíðini. Skælingur. Skælingur er ein bygd á vestursíðuna á Streymoynni. Bygdin er partur av Kvívíkar kommunu. Í 2014 var fólkatalið á Skælingi 16. Omanfyri bygdina er fjallið Skælingsfjall, sum er 767 metrar høgt og 19. hægsta fjall í Føroyum. Ein steinbrúgv við ánná beint áðrenn ein kemur til Skælingar. Stykkið. Stykkið er ein bygd í Kvívíkar kommunu og liggur á vestursíðuni á Streymoynni. Bygdin liggur millum Kvívík og Leynar, umleið hálvan annan kilometur frá báðum bygdunum. Válur. Válur er ein bygd í Streymoy, ið liggur móti Vestmanna, men hoyrir til Kvívíkar kommunu. Húsar. Húsar er ein bygd í Kalsoy. Syðradalur, Kalsoy. Syðradalur er sunnasta bygdin á Kalsoynni. Syðradalur er ein niðursetubygd frá fyrst í 19. øld; hon er bygd í 1812. Bygdin lá áður á vestursíðuni og æt Blankskáli, men vegna skalvalop á vári í 1809 fluttu blankskálafólk millum 1810 og 1816 eysturum til Syðradals at búgva av tí, at har er eingin vandi fyri skalvalopi. Eingin mansskaði hendi av lopinum. Fýra hús vóru á Blankskála, og har búðu 29 fólk tá. Tá ið liðugt var at flyta til Syðradals í 1816, vóru 5 hús. Fimta húsið varð nevnt ”har Uppi”. Í slupptíðini hoyrdu 2 skip til Syðradal: M/S Bjørgvin (Julius Clementsen á Dunganum) og M/S Gudrun (Inni í Húsi). Fleiri syðradalsmenn vóru skiparar á t.d. Klaksvíks - og Havnaskipum. Syðradalsmenn vóru við sluppunum um summarið, og veturin varð nýttur til útróður við maskinbátum. Bygdin fekk el - orku frá SEV í 1966 og ferjulegu í 2005. Á Syðradali er ferjulega, sum er dagliga sambandið til og úr oynni. Hóast Syðradalur er tann av teimum fýra bygdunum á oynni, sum lættast slepst til, so er hon kortini tann bygdin á Kalsoynni, ið hevur minsta fólkatalið. Hinvegin er Syðradalur ein vælumtókt frítíðarbygd. Minnisvarðin á Syðradali yvir deyð á sjónum varð reistur í 2000. Ljósá. Ljósá er ein niðursetubygd í Eysturoy; fyrstu fólkini búsettust har í 1840. Í Eiðis Kommunu eru bygdirnar Eiði, Ljósá og Svínáir. 1. november 2019 var fólkatalið 27 í Ljósá Á Eiði er fólkatalið lækkað seinnu árini. Í tíðarskeiðinum 1985-2013 er fólkatalið við Ljósá lækkað frá 31 til 25. Flest fólk búðu við Ljósá í 1988 (38). Lítla bygdin Ljósá sunnanfyri Eiði hevur navn eftir Ljósánni, ið er áin beint sunnan fyri bygdina. Svínáir. Svínáir er sunnasta bygdin í Eiðis kommunu, og liggur út ímóti Sundunum, yvirav Langasandi og fyrrverandi hvalastøðini á Gjánoyri. Bygdin er frá síðst í 1820'unum, tey fyrstu fólkini vóru úr Kvívík og av (1840), og var grundløgd sum niðursetubygd. Syðri parturin er tann gamli parturin av bygdini, meðan tann á Svínánesi er tann nýggi, frá síðst í 1980'unum. Markið suðureftir móti Norðskála gongur við Markná. Sunnanfyri bygdina heldur Sunda Byrsufelag til. Fólkatalið er, sambært Hagstovu Føroya, 41 í november 2019. Uppi yvir Svínáum liggja fjøllini "Svartbakstindur" 803 m, "Skerðingur" 691 m og "Miðalfelli" 654 m. Hellurnar. Hellurnar eru ein bygd á eystursíðuni á Eysturoynni. Hellurnar eru partur av Fuglafjarðar kommunu. Sum bygdarnavn er hetta ungt, frá uml. 1850. Staðið hevur helst einaferð í tíðini itið "At Hellum", sum hevur merkt "við hellur fram við strondini", seinri "Á Hellum". Ein bundin formur av navninum, Hellurnar, hevur tikið seg upp einaferð í tíðini, kanska í sambandi við búsetingina, og bundin og óbundin formur síggja út til at hava kappast. Enn hoyrast oyndfirðingar siga ”yvir á Hellur”. Í nútíðarmáli tykist tann bundni formurin at hava verið við yvirlutan, og einmælt ynski er komið frá bygdarfólkinum um at fáa tann formin viðurkendan. Í 1998 gav Danmarks Metreologisk Institut út eina frágreiðing um føroyska veðurlagið, “the Climate of the Faroe Islands with Climatological Standard Normals, 1961-1990”. Her kunnu vit m.a. lesa, at tað regnar mest í Hvalvík. Í harðari kapping við Hvalvík eru tó Hellurnar, har regnar tað 3.242 mm um árið. Ørðavík. Ørðavík (verður eisini stavað Øravík) er ein bygd í Suðuroy. Har búgva 44 fólk (2014). Ørðavík er partur av Tvøroyrar kommunu. Øravík er á eystursíðuni á Suðuroynni, miðskeiðis í oynni. Grannabygdirnar eru Fámjin, Hov og Trongisvágur. Fyri at koma til Fámjins, sum er bygd á vestursíðuni av Suðuroynni, má ein koyra gjøgnum Ørðavík fyrst og snara av har. Ferjulegan í Suðuroynni, Krambatangi, er ber fáir minuttir norðanfyri bygdina Ørðavík, í Øravíkarlíð. Eitt hotel er í Ørðavík, sum eitur Hotel Øravík ella Gistingarhúsið við Á. Har er eisini matstova. Bæði hotel og matstova lótu aftur í mai 2012, eftir at eldur varð settur á hotelli. Serliga køkurin og matstovan fóru illa. Summarhús verða eisini útleigað í Ørðavík. Eitt bønhús er í bygdini. Har er eitt lítið havnalag við einari kai og nøkur neyst eru har. Neyt eru eisini at síggja í Ørðavík umframt seyð og gæs. Úr Ørðavík á veg suðureftir kann ein velja at koyra til Hovs antin gjøgnum Hovstunnilin, sum varð tikin í brúk í 2007 ella eftir gamla vegnum um Hovsegg sum gongur gjøgnum Tjaldavík og eftir Hovseggini. Ørðavík verður fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað millum 1350 og 1400. Vegurin úr Ørðavík um Hovsegg. Basalt í Hovseggini skapað sum "zikzak". Hesin vegur verður nú mest brúktur av teimum, sum eiga seyð í økinum, ella av fólki, sum velur at fara henda longra teinin fyri at njóta vakra útsýnið. Tað sæst langan veg norðureftir um tað er klárt í veðrinum frá vegnum um skarði, beint áðrenn vegurin fer rundan um fjallið til Hovseggina. Á Hovseggini er eisini vakurt útsýni suðureftir, ein sær heilt suður til Beinisvørð í klárum veðri, og so er sermerkt basaltgrót fram við vegnum, stabbagrót, men skapað meira í sikksakk-formi, ikki sum beinir stabbar, sum stabbagrótið í Froðba, heldur meinlíkt tí sum ein sær í Kúlugjógv í Froðba. Longri uppi í fjallinum er tó basaltgrót, sum er í stabbaskapi eins og tað fram við Froðbiarvegi. Uppi millum Stovur, Gálgagjógv og Tjaldavík. Ørðavík er m.a. kent úr Suðuroyarsøgnum við tað at Tingstaðurin var í Ørðavík á einum staði, sum eitur Uppi millum Stovur. Beint sunnanfyri Ørðavík er Tjaldavík og Tjaldavíkshólmur. Tjaldavík hevur fingið navn eftir øllum tjøldunum, sum hava staðið har, tá Tingstova var Uppi millum Stovur. Gálgagjógv er á norðaru síðu av víkini, niðri við sjóvarmálan á nesinum millum Ørðavík og Trongisvág. Har blivu fólk tikin av døgum fyrr í tíðini, eftir at tey vóru dømd til deyða í Tingstovuni Uppi millum Stovur. Skálatoftir. Skálatoftir er ein avtoftað bygd í Borðoy. Bygdin varð avtoftað í 1914. Navnið 'Skálatoftir' merkir "húsatoftir" og bendir á, at bygdin fleiri ferðir er avtoftað. Hildið verður at bygdin avtoftaðist fyri 3 ferð í 1914. Jógvan í Gerðum. Tað eru mong ættarlið, síðan Jógvan í Gerðum livdi. Hann var, sum sagt verður frá, ein ógvuliga mungin maður. Umframt ta ogn, hann hevði (tá í tíðini hoyrdi uppsalajørðin eisini til Gerða), vildi hann fegin hava Kvíingadal, sum tá hoyrdi til Árnafjørð. Ein dagin fór Jógvan burtur í haga saman við einum húskalli at hyggja eftir seyði. Frammanundan hevði hann grundað út ein tanka, sum eingin hevði grun um. Tá ið heim aftur skuldi farast, setti hann kósina móti Árnafirði, og við húskallin, ið við honum var, segði hann, at um hann skuldi koma at taka brókatøk við miðstovubóndan, so mátti húskallurin hjálpa sær. Komin til Árnafjarðar fóru teir inn til miðstovubóndans, har teir vóru væl fagnaðir við mati og drekka. Meðan teir sótu við borðið, komu bøndurnir báðir upp at klandrast, og endin varð, at teir fuku saman at berjast. Tað vóru útlit fyri, at miðstovubóndin fór at vinna; men so kom húskallur Jógvans sær uppí; hann tók í bein miðstovubóndans, so hann datt, og Jógvan var ikki seinur at drepa hann. So fekk Jógvan Kvíingadal. Men hetta var honum ikki nokk. Hann fekk gott eyga á Skálatoftir, sum um tað mundið var ein bygd við átta húsum. Íbúgvarnir við Skálatoftir vóru góðir jarðamenn og vælstandandi. Bóndin á Skálatoftum æt Símun og var skyldur við konu Jógvans. Ein dagin, Jógvan var burtur í haga, møtti hann Símuni og birti klandur við hann. Teir ruku saman, og Símun lá eftir, tá ið Jógvan leitaði heim aftur til húsar. - Hann segði konu síni frá, at Símun var deyður, og hon, sum grunaði, hvussu hann var deyður, svaraði bert: “Harrin eigi sál hansara.” Enn hevði Jógvan eftir sínum tykki ikki alt tað, hann ynskti. Hann átti ein skyldmann, ið hevði nógva ogn á Skarði. Hann vildi nú eisini ogna sær hesa jørð. Hann virkaði sær eina bjargalínu av ull (allar línur vóru í teirri tíðini virkaðar úr ull), men til miðjuna á hesi línu nýtti hann svídda høvdaull. Tá ið línan var liðug, fór hann við henni til Skarðs og læt skyldmannin fáa hana til gávu. Hann var væl fagnaður. Um línuna segði hann, uttan at hann fyri tað vildi rósa sær sjálvum, at hon var óføra sterk. Og hann hevði tí góðan hug at vera hjá, tá ið hon fyrstu ferð skuldi roynast. Tíðliga á morgni fóru menn avstað til bjargar. Og skyldmaðurin á Skarði var fyrsti maður niður við línuni um beltið; tá ið fýrt var til helvtar av línuni, slitnaði hon, har tann svídda høvdaullin var; hann datt oman og sló seg deyðan. Jógvan sýndist at taka sær hesa vanlukku ógvuliga nær. Men nú átti hann eisini ogn skyldmans, so tað var sorgina vert. Slættanes. Slættanes (danskt: Slettenæs) er ein avtoftað niðursetubygd í Vágum norðast við Vestmannasund. Um man kemur frá tunnilinum og koyrir yvir til Oyrargjógv er ein møguleiki at ganga framvið fjøruni og endar ein tá norði á Slættanesi. Vanligt er tó at ganga í erva - omanfyri gjáirnar á eystursíðuni á Vágoynni. Fyrstu niðursetufólkini fluttu til Slættanes í 1835. Tey vóru Heindrikur Thomassen og Julianna Niklasdóttir, sum fluttu úr Sandavági við 5 børnum. Eini 5 ár seinni fluttu onnur til, og í 1845 vóru 3 húski við íalt 21 fólkum á Slættanesi. Í 1850 er fókatalið komið upp á 40, minkar so aftur til 21 fólk í 1860, men veksur so aftur. í 1890 er fólkatalið komið upp aftur á 40,og tá fólkatalið er mest, í 1940, búgva 75 fólk í bygdini. Eftir tað minkar fólkatalið, og í 1963 eru bert 4 húski eftir. 3 av húskjunum flyta av bygdini hetta árið, og árið eftir, í 1964, verður bygdin avtoftað, tá seinasta húskið flytir av bygdini. Tey av húsunum, ið enn standa, eru brúkt av teimum, ið hava ættarligt tilknýti til bygdina. Okkurt er yvirtikið av Sandavágs kommunu, ið økið hoyrir til. Bygdin hevur onki el og er tað av tí sama nærmast sum at vitja aftur í fortíðina. Kirkja (bygd). Kirkja er onnur bygdin í Fugloy, sum er eystasta oyggin í Føroyum. Umframt á Kirkju er eisini bygdin Hattarvík á Fugloynni. Bygdarnavnið Kirkja - oftast sagt "á Kirkju" - bendir á, at talan er um gamla kirkjubygd. Verandi kirkja varð vígd 1933. Á Kirkju búgva einans 28 fólk í dag (2014) sambært fólkayvirlitinum, tó búgva færri har um veturin. Tá fólkatalið var størst búðu umleið 170 fólk í bygdini. Mittúnsbóndin. Ein bóndi var í Mittúni á Kirkju í Fugloy, sum var so út av lagi sparin upp á tað, sum hann átti. Ongantíð vildi hann vera í uppisetri við nøkrum. Eitt gróthús átti hann, fult av korni (kallað gróthúsið í Liða), og har mátti eingin koma uttan hann sjálvur at taka heimakorn. Konuni vildi hann ikki lova at fara, tí hann helt hana vera ov oyðslusama. Ein vetur legðist hann sjúkur, og konan sendi so ímillumat yngsta sonin at bera eina meis av korni heim (í teirri tíðini var sodnur ikki kendur; kornið var turkað í meisum). Tað gekk nú við hetta lag, og maðurin lá sjúkur allan veturin. Tá ið leið nakað út á várið, bað hann konu sína fara í gróthúsið at vita, hvussu mikið ið tikið var av korninum. Nakað ovarlaga í gróthúsvegginum var ein steinur, sum stóð eitt sindur framúr. Hendan stein hevði bóndin til merkis, hvussu nógv ið kornið minkaði. Tá ið niðurum kom, tá minkaði nógv, helt hann. Konan fór, sum hann bað, og sá, at kornið var ógvuliga nógv minkað; tað var farið langt niður um steinin. Hann spyr hana, tá ið hon kemur aftur; men konan ræðist at siga honum satt, sum er. “Tað er rættuliga væl eftir av korni,” sigur hon. “Um tað er komið niður at steininum?” “Nei, minni enn so.” Nú er bóndin fegin. Tá ið nøkur tíð er farin, verður hann betri til heilsuna og býður til at krúpa fram. Tað fyrsta hann heldur seg vera so frægan, fer hann at fjakka niðan í gróthúsið til at hyggja eftir korninum. Tá ið hann kemur, er mestan alt uppi; tað er ikki meira eftir enn upp í eina meis. Hann oman aftur, fúkandi óður, og sigur við konuna, at annaðhvørt hevur hon logið, ella er kornið stolið: tað er ikki meira enn ein meis eftir. Hon vil ikki vera við, at hon hevur logið; tað man vera stolið, sigur hon. Tað er tað sama, heldur hann; tjóvin skal hann fáa leitað upp, og hann skal fáa merki. Ikki skal hann steðga fyrr enn á Sumbiarsteini, lovar bóndin. Um várið ger hann eina ferð til Havnar, tosar har við ein gandakall úr Suðuroy og biður hann hjálpa sær. Tá ið hann kemur norður aftur, heldur hann, at nú man hann mestan fara at síggja, hvør ið hevur stolið heimakornið frá sær. Frá hesum degi fer sonurin at liva so vánaliga og verður alt at versna; hendur og føtur kryplast á honum og so kroppurin allur. Nú iðraði bóndin seg eftir tí, sum hann hevði gjørt. Ráð vóru søkt, men einki batti: sonurin varð krypil og doyði, tá ið fá ár vóru umliðin. Jógvan og Eyðun Tróndarson. Tróndur bóndi á Kellingargarði í Hattarvík í Fugloy átti tríggjar synir: Eyðun, Heinrikur (eyknevndur “Gorsi”) og Jógvan. Ein suðuroyingur spáddi teimum einaferð, meðan teir vóru á ungum aldri, og segði við teir, at teir kundu spæla á landi og havi, sum teir vildu: einki skuldi vera teimum at skaða - uttan hin yngsti, Jógvan, skuldi hava eina ringa konulukku. Jógvan Tróndarson var ein hendingsmaður, mestur sum høvdingur í Fugloy, tiltikin bæði sum bjargamaður og sjómaður. Men óskepnuligur maður var hann: tríggjar ferðir giftur og tó ungur maður: tríati ár, tá ið síðsta konan doyði. So gekk spádómurin út. - Tá ið hann giftist aðra ferðina, flutti hann yvir á Kirkju til at búgva, og har varð hann verandi til sín deyðadag. Eingin bátur fór til útróðrar, uttan Jógvan Tróndarson vildi. Hann hevði útróðrarbát í Skarðsvík á eystursíðuni á Fugloynni, mestur tríggjar fjórðingar frá bygdini á Kirkju, har sum hann búði, og søgnin sigur, at árla um vetrarmorgnarnar, tá ið myrkt var og útróðrarlíkindi tóktust ymis, vóru hattarvíkingar, sum eisini róðu út í Skarðsvík, vanir at fara út fyri dyr og hyggja niðan á Kross (fjallið ímillum Kirkju bygd og Hattarvíkar), um teir kundu síggja lyktarljós Jógvans (tí Jógvan og menn hansara høvdu altíð tendraða lykt hjá sær, tá ið teir gingu til Skarðsvíkar um vetrarmorgnarnar). Sóu teir lyktina uppi á Krossi, so vistu teir, at tað vóru góð útróðrarlíkindi, og gjørdu seg til at fara. Jógvan fann miðið tað, sum rópast Gjómið (av tí, at gjógv er til ýtis): ein torragruður, tveir fjórðingar frá landi. Har rógva bæði fugloyingar, svínoyingar, viðoyingar og sundamenn tíðum enn. Einaferð bjargaði Jógvan einari bátsskipan við lendistøðna á Kirkju. Ein boði hevði brotið á bátin, so hann hvølvdist. Eitt kyrruvant pláss er, sum eitur Tróndarvík, nakað sunnan fyri ta gomlu lendistøðna á Kirkju. Ein dagin, sum Jógvan var á útiróðri sunnanfyri, brast hann á høgt. Jógvan skuldi rógva norður til lendingina, men vann ikki longur enn til Tróndarvíkar og dró upp har. Eingin maður hevur lent har hvørki fyrr ella síðani. Jógvan Tróndarson fór í fuglapláss, har sum eingin annar tordi at fara. - Eitt summarið, tá ið hann var farin til bjarga at síða við sonarsoni sínum og navna, fall hin yngri Jógvan í Hvannrókini stóru. Hann hevði klintrast upp oman fyri Hvannrókina, var dottin omanaftur og hevði brotið hol á høvdið. Hin gamli fór tá niður eftir honum og lesti seg upp við honum í føvninginum 26 favnar upp á slætt. Sár yngra Jógvans varð afturgrøtt av einum lekjara á einum hálendskum skipi, ið lá í Hvannasundi, men heilin var brekaður, og ongantíð fekk drongurin sína fyrru heilsu aftur. Ofta kom svøvnur á hann, sum hann sat, og tað var hansara deyði, tí á sínum tjúgunda ári, tá ið hann var farin til fugla ein dagin, sovnaði hann út av Enninum, einum fleygasessi í Norðbergi. Líkið rak upp á Húsum á Kalsoynni. Jógvan var av fótfimastu monnum. Eitt árið slepti hann fimm veðurlombum, einum í hvørt pláss (Hóurskor, Eysturskor, Hvannrókin stóra, Valstakkurin og Grønaskor), og tók so øll hesi veðurlomb aftur eftir einum degi uttan tað størsta, sum fór útav í Hvannrókini. Hann fekk í ryggin á tí, men sá sær ikki føri til at halda tí. Um styrki Jógvans er ein stutt frasøgn. Ein bóndi í Hattarvík, kallaður eiðismaðurin, var óføra sterkur, men eitt óvætti. Eitt árið bóru kirkjumenn hoyggj hjá honum, og Jógvan, sum tá var gamal og gekk við putt (prukku), var við. Eiðismaðurin bant sær eina hoybyrði, sum hann ikki orkaði at bera sjálvur, og heldur eingin annar. Tá kom hin gamli Jógvan út á bøin og bað hoymenninar skúgva byrðina upp á seg; “hann skuldi tó vita, um hann var ikki mentur at standa undir henni,” helt hann. Tá ið teir høvdu fingið byrðina upp á hann, bar hann hana beint í hoygarðin, sum desin stóð. Tá segði beiggin Gorsi, sum lá uppiá: “Ja, bróðir, væl hevur eggjastropin rinið á okkum!” - oftum høvdu teir verið saman og drigið lundar, fingið brotin egg og latið stropan niður í dyllur. Eitt útlendskt skip sást ein dagin uttan fyri Fugloy, og bátur kom í land eftir vatni. Fugloyingar undraðust á, so kunniliga sum hesir skipsmenn stýrdu ímillum boðarnar og inn at lendingini. Tá var tað Eyðun, sum stýrdi. Hann fór niðan at húsum og inn í “niðaru stovu”, har sum móðir hansara og bróðirin búðu (nú rópast húsið “suðuri í túni”). Sum hann traðkaði á helluna, ið lá fyri durunum, rillaði hon og glintaði. Tá hevði hann fyri munni á sær: “Tú glintar enn sum áður.” Mamman, sum tá var avgomul og blind og lá í seingini, var einsamøll inni; Jógvan var á útiróðri. Eyðun fór so tigandi og stakk eitt turriklæði niður við songarstokkin og fór so út aftur. Vant var tá í tíðini, at útlendsk víkingaskip komu til Føroya at rána, men hetta skipið gjørdi einki óskil; tað sigldi burtur aftur sama dag og Eyðun í tí, og síðan er einki frætt um hann. Tá ið Jógvan kom heim av útiróðri um kvøldið, fann hann turriklæðið og spurdi: “Mamma, hevur bróðir verið her í dag?” Men hon bara eymkaði seg við. Hellan hevur ligið og rillað til stutt síðani, og smábørn hava havt tað til stuttleika at traðka á hana og fáa hana til at glinta; men nú er bygt út yvir hana. Fugloy. Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj. Menn róðu at henni til at kasta stál á hana og festa hana so í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð á land, og tveittu tað út aftur á sjógv. So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til hennara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón. Ein av prestunum stóð fremstur í bátinum og kastaði bíbliuna upp á land, meðan allir hinir stardu upp á oynna. Tá hjálpti; teir vóru mentir yvir trøllunum og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við Kirkju fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðanundir av brimi. Floksmenn. Í Hattarvík í Fugloy livdu einaferð í gomlum døgum tríggir menn, ið kallaðir vóru Hálvdan Úlvsson, Høgni Nev og Rógvi Skel. Hálvdan Úlvsson var sterkastur av teimum, tí hann orkaði at lyfta ein stein, sum enn sæst í haganum har og er kallaður “Hálvdans Úlvssonar hav”; steinurin er átta alin ummáls eftir tjúktini og 10 alin ummáls eftir longdini. Hesir tríggir, ið nú eru nevndir, vóru eitt heystið á fjalli við øðrum fugloyingum. Sum venja er til, hevði hvør maður seyðbond við sær; seyðbondini vóru ikki samlitt og heldur ikki javngóð, og kom tí til ilnar millum rakstrarmenninar, at hvør ognaði sær tey bestu. Men av tí at hesir tríggir menninir, ið áður eru nevndir, hildu saman, tordu hinir ikki at forða teimum at taka bestu seyðbondini. Hesir tríggir sóu nú, at teir bóru yvirluta yvir hinar, og tað datt teimum tá í hug, at høvdu teir vilja til tess, tá stóð tað í teirra valdi at leggja undir seg fyrst Fugloy, og síðani, um teir fingu nakrar í lið við sær, allar Føroyar; og ikki var leingi eftir at bíða, at teir løgdu ráð saman at fremja tað í verki, ið fyrr bert hevði verið um hugsað. Men tað sóu teir, at skuldi tað alt væl ganga, ið teir høvdu í hyggju, so máttu teir vera vápnaðir, og tí sendu teir bræv til kongs og bóðu um svørð. Haðani kom tað svar aftur, at føroyingar vóru friðardýr, og tí nýtti eingin svørð í Føroyum. Men teir vóru treiskir og vildu ikki gevast; teir skrivaðu kongi aftur og greindu so frá, at ikki var friður í Føroyum fyri útlendskum ránsmonnum, sum kundu herja á fólk og drepa, áðrenn nakran vardi. So er at vera treiskur; - tá fingu teir svørð. Nú skal nevna við navni fjórða mannin í Hattarvík; hann æt Sjúrður við Gellingará; hann var sum hinir tríggir stórur og sterkur; men í tí var hann ólíkur hinum, at hann var spakligari og stillisligari enn teir, og sjaldan var hann ráðaleysur; hann var ríkur bóndi. Sjúrð hendan vildu hinir tríggir fáa í fylgi við sær; men tá ið teir høvdu tosað við hann um tað, hevði hann altíð først undan og sligið tað upp í glens; hann hevði tvær orsakir til at gera so; onnur var, at honum líkaði ikki tað, sum teir ætlaðu sær, men hin orsøkin var, at hann stutt fyri tað í Gøtu hevði sæð eina gentu, dóttur ríka bóndans “niðri við Hús”. Hon-um leitst væl á gentuna, so væl, at tá ið hann var heim aftur komin til Fugloyar, lá hjartað eftir í Gøtu; hann var tí farin til Gøtu aðra ferð og hevði borið upp bønarorð. Gentan hevði tá svarað honum so aftur: “Kemur tú at ári aftur í so vorðnum báti, sum tú komst við nú, so skal verða, sum tú vilt”. Av tí at hann nú hugsaði um brúdleyp sítt, var hann ófúsur at fara slíka váðaferð. Men nú høvdu hinir tríggir sett tað í seg, at Sjúrður skuldi fara við teimum, og tá ið hann nú ikki vildi við góðum, gingu teir ein páskamorgun snimma inn í stovu, har sum hann lá og svav, drógu hann fram undan rekkjuváðini, og lovaðu, at hann skuldi láta lív, um hann ikki vildi fallast á tað, sum teir høvdu í ráði, og ganga í felag við teimum. Tá læt hann sær eftirlíka. So gingu allir fýra út fyri dyr, tóku sær av blóði og lótu saman renna, til at vita um allir vóru samsintir í tí, sum nú var fyri hondum. Men blóð Sjúrðar vildi ikki renna saman við blóðið úr hinum, og tí kom ilt í teir, og teir søgdu: “Nú skulu vit drepa teg, tí tú vilt ikki halda við okkum;” men Sjúrður svaraði: “Ikki er tað so, sum tit halda; er so lítið skil í tykkum, at tit ikki síggja, at tí vil mítt blóð ikki renna saman við tykkara, at tykkara blóð er heitt, men mítt kalt?” Teimum skildist tá hetta satt at vera. Á tí staðinum, har sum teir blandaðu blóð, vuksu høgar túgvur úr jørðini, og hava tær sæst higar til dags. Um ólavsøkuna fóru hesir fýra ránsmenn ella floksmenn, sum teir nú skjótt vóru kallaðir, til Havnar, til tess at tosa við aðrar føroyingar um ætlan sína, at leggja undir seg allar Føroyar, sum tá stóðu undir útlendskum harradømi. Teir fingu tá aftrat í flokk við sær; flestir av teimum vóru úr Suðuroy. So var avgjørt, at teir skuldu møtast á Gøtueiði, og skuldu hvørjir kenna aðrar á tí, at bátar teirra skuldu vera bræddir í annað borð og hvítir í hitt. Men tað var ikki floksmonnunum til gagns, at teir fingu aðrar í lið við sær, tí tá barst ætlan teirra út og frættist skjótt um allar Føroyar, so at fólk á flestum støðum hildu vakt fyri floksmonnunum. Tá ið floksmenninir teir fýra komu heim aftur úr Havn, royndu teir at leggja undir seg alla Fugloy. Í Fugloy eru ikki meir enn tvær bygdir: Hattarvík, har sum floksmenninir búðu, og Kirkja, sum so var kallað, av tí kirkja var bygd har. Teir fóru tá alvápnaðir til Kirkju; men har hildu tey vakt, og tá ið tey sóu floksmenninar, flýddu øll sum skjótast inn í kirkjuna, tí kirkjan var vígdur halgidómur, so at ikki hin versti ránsmaður tordi at bróta frið har. Tá ið floksmenninir sóu fólkið flýggja í kirkjuna, søgdu teir við Sjúrð: “Tú ert skjótastur, Sjúrður, skunda tær oman og drep hvønn, ið tú fært fatur á”. Sjúrður rann tá, tað ið hann var mentur, og tá ið hann kom at húsunum, sá hann eitt smábarn, sum tey í ræðsluni høvdu gloymt at taka við sær í kirkjuna. Sjúrður vildi helst koma barninum undan; men han vildi eisini, at hinir floksmenninir skuldu halda hann vera dúguligan og illan í sær, so at teir ikki aftur skuldu fáa illgruna um hann. Hann rendi tí spjótið í klæðini á barninum og floygdi tað yvir eina húslon til at koma tí burtur av veginum, tí hinir høvdu ivaleyst dripið barnið, høvdu teir funnið tað. Men av tí at fjáltur var á honum, so kastaði hann so hart, at barnið steindoyði, tá ið tað datt niður aftur á jørðina. Fótasporið, sum Sjúrður stóð í, tá ið hann floygdi barnið yvir lonina, sæst enn, tí har hevur ikki síðani vaksið grasstrá. Av tí at annars alt fólkið í bygdini var flýtt í kirkjuna, so at teimum einki kundi gerast, máttu floks-menninir fara nakkalangir aftur til Hattarvíkar. Teir ætlaðu sær so at royna á bóndan í Árnafirði og drógu tí bát sín, bræddan í annað borð, hvítan í annað. Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, hevði Sjúrður fyri munni á sær: “Frítt er Eystfelli frá at fara”. Hálvdan Úlvsson svaraði aftur: “Ómenni títt, fríðari eru allar Føroyar.” “Tá ið tú hevur tær,” svaraði Sjúrður. - Teir komu nú inn til bóndans í Árnafirði; hann var bæði stórur og sterkur, og hann helt ímóti Hálvdani; teir bardust leingi á gólvinum, og tað sýndist at standa á jøvnum føti. Tá ið húskallur bóndans sá hetta, legði hann seg fyri føtur bóndans, so hann fell um hann. Hálvdan Úlvsson høgdi tá høvdið av honum við svørði sínum. Tá ið hann var deyður, vendi húskallurin sær at kroppinum høvuðleysum og mælti: “Nú fekst tú løn fyri fleytagjaldið”. Haðani fóru teir ígjøgnum Hvannasund, og síðani hildu teir fyri Kunoyarnakk, tí teir ætlaðu sær til Kunoyar. Tá ið teir komu fyri nakkin, var ein bátur har á útróðrum; tá ið menninir á útróðrarbátinum sóu, hvussu hin báturin var littur, vistu teir við tað sama, at tað vóru floksmenninir, og teir skundaðu sær tí at leggja inn á eina gjógv. Eingin av floks-monnunum uttan Sjúrður hevði sæð bátin. Tá ið floksmenninir komu áraka gjónna, varð einum gomlum manni á hinum bátinum á at hosta; bæði Sjúrður og Hálvdan Úlvsson hoyrdu tað. Hálvdan segði: “Her er bátur inni,” men Sjúrður svaraði: “Altíð er illgruni á tær, hoyrir tú ikki, at tað er sjógvurin, sum runar inni á gjónni?” “Tað kann vera, at so er, sum tú sigur,” svaraði Hálvdan, og teir róðu sína leið. So vildi til, at sonur bóndans í Kunoy henda sama dag var burtur í haga. Hann hevði lagt stóran kava av landnyrðingi. Tá ið Árni - so æt sonur bóndans - hevði gingið hagan á enda, var hann móður, tí nógvur hevði kavin verið fyri fótunum á honum. Hann hevði ikki meir enn sett seg niður at hvíla seg, tá ið hann sá bát, sum helt inn undir land. Hann rópaði á teir og spurdi, hvar teir ætlaðu sær; teir svaraðu, til Kunoyar. Hann var glaður við at sleppa frá at vaða ígjøgnum kava heimaftur og bað teir lova sær í bátin; tað var gaman í, søgdu teir. Tá ið hann var komin í bátin, sá hann ein hóp av vápnum har; aftur í bakskutinum lógu fýra svørð, eitt til hvønn floksmannin; so høvdu teir eisini bæði øksir og spjót. Hann fór tá at hava illgruna á, at tað mundu vera floksmenninir, sum hann var í báti hjá; ræðsla kom, sum vera man, á hann, men ikki læt hann teir síggja tað á sær. “Vilt tú vera við okkum?” spurdi Rógvi Skel Árna. “Til hvørs?” - svaraði Árni. “Til at vinna Føroyar,” svaraði Rógvi. “Ja, tað vil eg,” svaraði Árni. Tá segði Rógvi: “Nú skalt tú fyrst vera formaður hjá okkum til Kunoyar, tí vit eru ikki væl kunnugir”. “Tað skal eg gera”, svaraði Arni, “hagar fáa tit ongan betri formann enn meg; eg vil nú skifta vegin í fýra: fyrsta fjórðingin skal Rógvi Skel stýra, annan Høgni Nev, triðja Hálvdan Úlvsson og tann fjórða Sjúrður. Síðani sat hann stillur og var sum millum heims og heljar, tí hann væntaði sær vissan deyða. Tá fór Sjúrður at tosa við hann, tó spakuliga, so at hinir ikki skuldu hoyra, og segði: “Nú er deyðin tær vísur, tí floksmenninir høgga høvdið av tær, áðrenn teir leggja at landi; eg veit tær ikki annað ráð, enn at tú loypur upp á flata skerið undir Kunoy og roynir at leypa haðani á land; vilt tú royna tað, so skal eg stýra bátinum tætt inn at skerinum”. Árni helt seg til at kunna leypa av skerinum á land. Hálvdan Úlvsson tók eftir, at teir í loyndum tosaðu saman; hann rópti tí snøggliga á Sjúrð og segði: “Um hvat er tað, tit sita og lýðast á, Sjúrður; hví mega vit ikki hoyra tað?” Sjúrður svaraði stillisliga aftur: “Sig við fólkið, sum enn man vera í kirkjuni, at tey ikki mega fara úr henni; tí ongastaðnis eru tey í frið fyri floksmonnunum uttan í vígdari kirkju. Minst nú væl til, hvat eg havi sagt tær”. “Tað skal eg”, svaraði Árni. Hálvdan Úlvsson tók nú aðra ferð til orða, var illur og segði: “Hvat loyndarmál er tað, sum tú hevur at tosa við hann um? Sit ikki og lýð og lýð, men tosa hart, so vit kunnu hoyra, hvat tú sigur”. Sjúrður svaraði: “Eg spurdi hann, um kýrnar eru líka feitar í Kunoy enn, sum tær vóru í gomlum døgum, og hann sigur so vera”. Tá ið teir nærkaðust at lendingini í Kunoy, stýrdi Sjúrður tætt inn móti skerinum, og tá ið teir vóru áraka tað, leyp Árni úr bátinum á skerið og haðani á land; men skerið liggur hálvasættu alin frá landi, so at áttamannafar kann rógva innan fyri tað. Sjúrður tók øksina og kastaði eftir Árna, men við vilja rakti hann ikki. Hálvdan Úlvsson leyp skunduliga upp á skerið til at elta Árna, men hann tordi ikki at leypa inn á land, har sum Árni leyp, og mátti tí fara ein óhøgligari veg; kunoyingurin, sum var lættur uppá fót, slapp soleiðis nakað undan honum, men tá ið Hálvdan sá, at hann ikki kundi fáa hann aftur, kastaði hann øksina eftir honum. Hon feyk átta favnar á lofti og kom so í klettin í seinasta fótasporið, sum Árni hevði stigið. Holið eftir øksina sæst skiluliga í klettinum enn í dag. Árni rópti inn í kirkjuna og bað ongan ganga út haðani, tí floksmenninir vóru komnir at landi; síðani helt hann til fjals og fjaldi seg har. Tá ið floksmenn komu at húsum, sóu teir, at allir kunoyingar vóru í kirkjuni; teir fóru tá at hugsa um tað, at best mundi vera at royna at vinna sær vinskap hjá kunoyingum; teir fjaldu tí vápn síni, játtaðu, at teir vóru floksmenn, men lovaðu, at teir ikki skuldu gera kunoyingum nakað ilt; og so vóru teir har friðaligir og vinaligir. Einaferð, tá ið tosað var um, at vígdar kirkjur vardu mót ránsmonnum, spurdu teir kunoyingarnar: “Hvar er tann kirkjan í Føroyum, ið okkum kann verja?” Kunoyingar svaraðu: “Tað er Svínoyar kirkja, tí hon er vígd seinast”. Men tað var lygn, tí Svínoyar kirkja var einasta kirkjan í Føroyum, sum óvígd var. Floksmenninir søgdu, at tað var ætlan teirra at fara á Trøllanes, og spurdu kunoyingar, nær best mundi bera til at fara hagar. Kunoyingar svaraðu: “Landnyrðingur norðan er besta ætt, og broddur á vestfalli í mysing er besta sjóvarfall”. Teir dvaldu enn nakrar dagar í Kunoy, men so sýndist at vera góð líkindi at fara á Trøllanes. Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, var so ringt í sjónum, at teir vóru nær við at ganga burtur; teir tordu tí ikki at halda longur fram á vegin, men vendu aftur til Kunoyar. Kunoyingar spurdu tá: “Hví koma tit so skjótt aftur?” “Vit sluppu ikki longur fyri sjóvarilsku”, svara teir. Men kunoyingar søgdu tá: “Høvdu tit hildið longur, so høvdu tit verið úr øllum vanda”. Tá ið floksmenn hoyrdu tað, erraðu teir seg upp og fóru aðra ferð av stað til Trøllanes. Tó at sjógvurin var verri nú enn fyrru ferðina, vildu teir ikki venda aftur, men róðu líka tætt at lendingini á Trøllanesi. Men har stóð brimið uppi í grasinum, yvir fjøruti favnar stóð tað upp í bergið, so har var ikki at hugsa um at lenda; ódn var í sjónum og ein stormur í vindi, so at teir hugsaðu ikki um nakað lív. Teir stýrdu tí aftur til Kunoyar, og tað var ikki meira, enn teir bóru boðini fram. Teir søgdu tá við kunoyingar: “Vit sleppa aldri á Trøllanes; vit vóru tætt við lendingina, men ikki var hugsandi at komast á land”, og so svóru teir ein dýran eið uppá, at teir skuldu ikki aftur royna at koma á Trøllanes, fyrr enn teir høvdu lagt undir seg allar Føroyar. Tá svaraðu kunoyingar: “Høvdu tit komið tykkum um tangan, sum er við lendingina, so var sloppið”. Men tað var lygn, sum alt annað, sum kunoyingar høvdu sagt floksmonnum; høvdu teir farið longur, so høvdu teir sjólátist. Floksmenn sótu nú kvirrir í Kunoy, til tíðin nærkaðist, tá ið teir, sum avgjørt var, skuldu møta á Gøtueiði. Teir fóru tá eitt kvøldið av stað og stýrdu fyri Gøtunes. Sama kvøldið vóru vágsmenn á útróðrum; teir sóu bátin hjá floksmonnum og kendu hann á litinum, tí mánalýsi var, og flýddu tí sum skjótast inn á eina gjógv á vestaru síðuni á Borðoynni. Sjúrður hevði sæð bátin skiluliga, og í tí hann fór inn um gjáarkjaftin, bar Hálvdan Úlvsson eyga við hann. “Har fór ein bátur inn í gjónna”, segði hann. Men Sjúrður svaraði: “Tú sært altíð so nógv; sært tú ikki, at hatta er mánin, sum glampar á brimaldurnar við landið?” “Tað kann so at vera”, hugsaði Hálvdan við sær, og so róðu teir sín veg fram. Síðani hevur gjógvin verið kallað “Mánagjógv”. Nú er frá tí at siga, at teir, ið embætisvald høvdu í Føroyum, høvdu hoyrt um møtið tað, ið vera skuldi á Gøtueiði, og teir, sum floksmenn høvdu fingið í lið við sær á tinginum í Havn, vóru nú tiknir fastir og kundu tí ikki møta. Tann dagin, ið møtið skuldi vera, vóru saman komnir í Gøtu føroyingar úr øllum ættum, mong hundrað, til at taka hesar fýra floksmenn úr Norðoyggjum. Tá ið teir nú komu at landi á báti sínum, ið bræddur var í annað borð og hvítur í hitt, og sóu alla hesa mannamúgvu, og sóu, at teir vóru allir óvinir teirra, men sóu ongan vin, ongan av sínum monnum, tá vendu teir sum skjótast bátinum, og róðu burt úr Gøtu. Teimum datt í hug tað, sum kunoyingar høvdu sagt, at Svínoyar kirkja var seinast vígd, og tí tóku teir til at fara til Svínoyar. Teir løgdu at landi norðan fyri eiðið, drógu bátin, gingu um eiðið og oman á bøin, og so væl vóru teir tá hýrdir, at teir fóru at spæla sum smádreingir og blaka til máls við gróti (“skjóta verpur”). Men føroyingar mannaðu seg upp, vápnaðu seg sum best og fóru við nógvum bátum til Svínoyar at taka floksmenninar fastar. So er sagt, at um 70 bátar fylgdust hagar. Tá ið teir løgdu at landi undir Svínoyar-eiði, sóu teir bátin hjá floksmonnunum standa har, og fingu so at vita, at teir vóru í Svínoy. Teir steðgaðu tá og sendu fyrsta flokkin oman til at taka teir fýra menninar; men teir hildu tá uppat at spæla, tóku vápn síni og vardu seg menniliga. Tá ið føroyingar sóu tað, sendu teir straks annan flokkin ímóti teimum; men floksmenn tóku reystiliga ímóti, og óvist er, um teir ikki høvdu vunnið, høvdu ikki so nógvir verið ímóti teimum. Føroyingar sendu tá triðja flokkin oman, og í honum vóru nógvir sterkir og væl vápnaðir menn. Tá ið floksmenn sóu teir koma, mistu teir mótið og rýmdu undan at kirkjuni. Har løgdu teir vápn síni uttan fyri kirkjudyrnar, gingu síðani inn í kirkjuna og hildu seg nú vera úr øllum vanda. Men føroyingar vistu, at Svínoyar kirkja var óvígd: teir valdu tí sterkastu menninar burtur úr til at fara fyrst inn í kirkjuna og leggja hendur á floksmenn; teir vóru so tiknir fastir og bundnir. So var dómur fallin longu áður, at hesir fýra floksmenn úr Norðoyggjum skuldu vera omanstoyttir av hægstum Valaknúki í Skálabotni. Teir vóru tá fyrst førdir til Gøtu og vóru leiddir inn hjá bóndanum “niðri við Hús”. Tá ið dóttir bóndans sá Sjúrð bakbundnan og dømdan til deyða, græt hon og segði: “Eg síggi, tú kemur øðrvísi vorðin í dag, enn tú komst í dag ár síðani, tá ið tú barst upp bønarorð til mín”; hetta var júst dagurin, sum hon árið fyri hevði nevnt Sjúrði, tá ið hann bað um hana. Sjúrður græt og fekk valla talað fyri sorg og sút. Fangarnir fingu nakra tíð til at búgva seg til deyða. Hálvdan Úlvsson, Høgni Nev og Rógvi Skel settu seg tá til borðs, og gjørdu sær til góðar við skerpukjøti og alskyns góðum mati og drekka, men Sjúrður tók bønabókina at lesa í og bað Gud um at tilgeva sær sínar syndir. Tá ið føroyingar sóu tað, fingu teir enn meiri vælvild til Sjúrðar; teir hugsaðu um tað, at hann hevði móti vilja sínum verið noyddur til at vera floksmaður, og at hann hevði roynt at hindra so nógv ilt, sum í hans valdi stóð, og tí vildu teir geva honum lív og grið. Men Sjúrður kravdi at láta lív; “eg havi samtykt í tí illa, sum hinir hava gjørt”, segði hann, “tí vil eg fáa sama gjald sum teir, og um eg hevði sloppið leysur hesa ferð, so kundi eg komið til at gjørt ilt eina aðru ferð”. Floksmenninir vóru síðani førdir upp á hægsta Valaknúk, omanstoyttir haðani og grivnir niðriundir. Leiðir teirra síggjast enn í dag; leiðini hjá teimum trimum eru svørt og ljót, eyrur og grót, men leiðið, sum Sjúrður hvílir undir, tað er vakurt; altíð er tað prýtt við grønum grasi. Úr Fugloy. Abbi Gullaks Matras á Kirkju, Hans Dávur Matras, skuldi ein páskamorgun til Hattarvíkar í kirkju. Tummas úr Depli tosaði við hann og spurdi, um teir báðir ikki skuldu fylgjast Jú, tað var gaman í, helt Hans Dávur. Men tá ið farið skuldi verða, var Tummas vorðin so fullur, at hann fekk ikki upp í lag at koma so skjótt. - Hans Dávur gjørdist ótolin og segði, at hann fór undan. Hin spurdi, hvønn vegin hann ætlaði at ganga, og Hans Dávur segði honum so, at hann ætlaði at fara ígjøgnum bergið. “Far um tú vilt”, svaraði Tummas, “eg skal kortini vera undan tær í Hattarvík.” Hans Dávur fór. Á vegnum kom hann í fylgi við ein hagamann. Nakað burtur frá húsum sóu teir omanfyri eina ær, ið var lambsjúk. Teir fóru báðir niðan til hennara, um nakað skuldi bagga. Haðani ætlaðu teir so at seta yvir um fjallið. So varð gjørt, og tá ið teir komu til Hattarvíkar, fór fólk í kirkju. Teir fóru báðir við. Tummas úr Depli og Óli, sonurin, fóru av Kirkju eina løtu eftir. Teir tóku so vegin igjøgnum bergið í teirri ætlan at koma fram á Hans Dáva. Kirkjan í Hattarvík stóð tá eitt sindur ovari enn nú, og jarðarmunurin, har hon stóð, var so stórur, at tann ovari endin á henni stóð so djúpt niður í jørðina, at tað var passaliga høgt at kunna sleppa sær inn á tekjuna at seta seg. Tá ið kirkjufólkið - Hans Dávur saman við øðrum - kom út aftur, lá Óli uppi á tekjuni og svav, meðan Tummas var úti í bygdini. Hans Dávur og aðrir fóru so til Óla og vaktu hann. Hann segði teimum frá, at tá ið hann og faðir hansara komu úr berginum, stóð so nógv av fólki saman, heilt úr fjøruni og langt niðan, at tað hevði verið sera torført hjá teimum at sleppa vegin fram fyri teimum. Tí var tað, at hann var vorðin so útlúgvaður av ferðini, at hann hevði noyðst at seta seg á kirkjutekjuna - og var sovnaður, sum hann sat. Sjódjórið. Hans Dávur Matras, handilsmaður og ognarbóndi á Kirkju í Fugloy, var abbasonur prestin Matras á Viðareiði. Hann lærdi til skúlalærara hjá prestinum, ið kom aftan á abba hansara; hann varð so skúlalærari eina tíð á Viðareiði og við Sund (í Hvannasundi.) Hans Dávur plagdi at siga frá, einaferð nógv av fólki stóð niðan fyri Frammistovu við Sund (siður var, at menn á kvøldi plagdu at koma saman niðri undir Britustovu ella Frammistovu at frætta ella siga frá). Millum teir, ið har vóru, var eisini hann sjálvur. Sum teir standa har, rakar ein við nakað hjá fjørugarðinum, sum var um tríggjar snørislongdir sunnari; øll hyggja sama vegin og síggja eitt sjódjór, ið sleppur sær upp á turt. Síðan tekur tað vegin suður ígjøgnum fjøruna beint ímóti teimum. Teir gjørdust illa við, og bóndin bað allar um at koma inn í húsini. So varð gjørt. Og hann læsti dyrnar. Hans Dávur segði, at hetta var ramur sannleiki. Hann sá sjálvur so væl sum hini sjódjórið. Tað var tilgrógvið við tara, so hann kundi ikki reiðiliga síggja, hvussu tað var vorðið, hóast tað var komið tætt til teir, áðrenn teir flýddu inn í bóndans stovu. Hann hevði áður hoyrt, at djór, ið líktust teimum, ið á landinum vóru, eisini skuldu vera í sjónum. Hetta, ið her verður umrøtt, var, helt hann, dánað nakað sum eitt ross ella eitt neyt; men tað var, sum tað hevði eitthvørt hangandi niður við báðar liðir miðskeiðis á rygginum, ið, um tað hevði verið rættiligt ross, kundi verið tikið fyri leypar ella sekkir. - Djórið hevði av og á skorið í avskræmilig skríggj, ið ljóðaðu sum sterk snýsan. Meðan hinir hálvbangnir hugsa um hetta óføra sjódjór, gongur bóndin aftur og fram eftir gólvinum. Hann trívur at enda eftir grindaslíðranum, ið við knívi í hekk á syllini í roykstovuni, festi hann um miðjuna á sær, tekur skorðuna frá klinkuni og heldur á út. Djórið, ið nú stóð skamt frá durunum, tekur á at snýsa, tá ið tað fær eygu á bóndan. Hann kúvendi inn aftur og stongdi fyri aðra ferð. Hann helt so fyri, at eingin mátti fara út aftur hetta kvøldið. Morgunin eftir var einki djór at síggja. Songarmatur. At geva songarmat hevur verið vanligur siður í Føroyum. Ein kona í Fugloy, sum hevði átt tíggju børn, segði frá, at hon hevði fingið songarmat úr báðum bygdunum í Fugloy. Men í krígsárinum hildu summi uppat at geva nakað, serliga í tí eini bygdini. Við summum børnum hevði hon fingið songarmat úr fimtan húsum. Hesin siður - sum so mangir aðrir - hevur verið ymiskur í teimum ymsu bygdunum her á landi. Vanligt var tó, at tey meira múgvandi góvu sokallaðan fullan songarmat og tey fátæku hálvan. Fullur songarmatur var: eitt lambskrov, fýra breyð, eitt pund av smør og ein stampur við mjólkgreyti. - Hálvur songarmatur var: eitt hálvt krov, tvey breyð, eitt pund av smøri og ein stampur við mjólkgreyti. - Eitt eyðskilt fat ella træílat varð havt til mjólkgreytin. Eg havi sæð eitt slíkt av steintoyi, honk var tvørtur um hetta fat. Kirkjubøsteinurin. Kirkjubøsteinurin er ein rúnarsteinur, ið var funnin í Kirkjubø í 1832. Á steinum eru 19 rúnir ristar, men tey lærdu eru ósamd á máli um aldur og innihald á innskriftini. Hóast hetta er steinurin helst eitt hitt elsta skriftminni, vit hava í Føroyum. Steinurin var eftir at hann var funnin sendur niður á Nationalmuseet í Keypmannahavn, men er nú á Føroya Fornminnissavni. Hvat stendur so á hesum steini og hvussu gomul er innskriftin? Soleiðis ljóðar fyrsta týðingin hjá Finn Magnussen, og merkir tað "Knút kuvlungur vá (drap)", tvs. at talan er um gravstein yvir onkran, ið áðurnevndi Knút hevur dripið. Finn Magnussen kom í fyrstu kanningum sínum til ta niðurstøðu, at steinurin helst er frá 12. øld. Soleiðis ljóðar onnur týðingin hjá Finni Magnussen, og merkir tað "Ætt unnar hevur gravheyggj við Arvok" og skuldi Arvok smb. Finni Magnussen vera gamalt navn fyri Kirkjubø, ið um hetta mundi metir steinin at vera frá 9. øld. Í 1887 sigur Ludvig Wimmer, at innskriftin á steininum er so ótýðilig, at ráðiligt er bert at lesa tey tvey seinastu orðini, ið merkja "eftir Róa". Hetta metir Ludvig Wímmer sipar til, at talan er um gravstein yvir mann, sum æt Rói ella Rógvi, og Wimmer daterar steinir afturi í 9. øld. Maria Ingerslev Simonsen ger í 1959 eina nýggja týðingarroynd av Kirkjubøsteininum. Hon heldur, at tey fyrstu 7 tekini eru ólesilig og lesur bert tey seinastu 12, ið hon týðir soleiðis: "unni Vígúlvi ró". Steinin metur hon at vera frá kristnari tíð, helst fyrst í 11. øld. Havnar Bóltfelag. Havnar Bóltfelag ella HB er eitt fótbóltsfelag úr Tórshavn sum varð stovnað 4. oktober 1904. Felagið er eitt hitt størsta fótbóltsfelagið í Føroyum við umleið 1000 limum. HB er tað fótbóltsfelagið í Føroyum, ið hevur vunnið flest føroyameistaraheiti. Í 2020 vann HB sítt 24. FM-heiti, og hin 5. december 2020 vann HB eisini finaluna um Løgmanssteypið og gjørdust tí greipuvinnarar fyri 13. ferð. Teir vunnu tað fyrsta FM heitið í 1955. UEFA hagtøl fyri kappingar fyri feløg. Kvinnurnar hjá HB móti FC Suðuroy 22. apríl 2012, dystur í steypakappingini. Tvøroyrar Bóltfelag. Tvøroyrar Bóltfelag ella TB er eitt fótbóltsfelag av Tvøroyri, sum varð stovnað 13. mai 1892. TB er elsta bóltfelag í Føroyum. Umframt at TB er eitt fótbóltsfelag er tað eisini eitt flogbóltsfelag. TB fótbóltur og TB flogbóltur hava tó hvør sína nevnd. Onnur ítróttarfeløg á Tvøroyri og økinum kring Trongisvágsfjørð eru Tvøroyrar Borðtennisfelag (TBF), Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Susvim (Susvim er fyri alla oynna). TB fótbóltur. Í 2012 spælir TB aftur í bestu fótbóltsdeildini. TB gjørdist nummar tvey í 1. deild í 2011, FC Suðuroy gjørdist nummar eitt. Tað var sera stórur spenningur um 2. plássið millum TB og AB, men TB vann tann dystin. Bæði liðini endaðu við sama stigatali, sum var 61 stig og við sama málmuni sum var 55, tó hevði TB 81 vunnin mál og 26 tapt mál, meðan AB hevði 80 vunnin og 25 tapt mál. Tað at TB hevði skorað eitt mál meira enn AB, gjørdi at TB flutti upp í bestu deildina og AB bleiv verandi í 1. deild. Í 2010 gjørdist TB nummar 3 í 1. deild. TB hevur vunnið FM heitið 7 ferðir, tað var árini 1943, 1949, 1951, 1976, 1977, 1980 og 1987. TB hevur vunnið Løgmanssteypið (fyrr Ísafjarðarsúlan) 5 ferðir, tað var árini 1956, 1958, 1960, 1961 og 1977. Fótbóltshópurin hjá besta liðnum. TB leikararnir Rógvi Joensen og Bárður Dimon í 1. deildardysti millum TB og FC Suðuroy 17. mai 2011. Dysturin endaði 2-2. Gamli vøllurin á Sevmýri og nýggi vøllurin við Stórá. Síðani TB varð stovnað og til 16. oktober 2010 hevur TB spælt fótbólt á vøllinum á Sevmýri. Vøllurin var blivin skeivur og leyk ikki altjóða krøv. Hann bleiv ikki góðkendur til at spæla fótbólt í vaksnamannadeildum í 2011. Hin 16. oktober 2010 varð seinasti dystur leiktur á Sevmýri, TB, sum tá spældi í 1. deild, spældi ímóti NSÍ og vann dystin 5-2. Í apríl Í 2011 var heimavøllurin hjá TB Á Skørinum í Hvalba. Nýggjur fótbóltsvøllur er gjørdur inni í Trongisvági beint eystanfyri høllina í Trongisvági. Arbeiðið við at gera vøllin í Trongisvági byrjaði í 2011 og væntaðist liðugt áðrenn kappingin byrjaði um mánaðarskiftið mars/apríl 2012 ella í seinasta lagi tá TB fyllir 120 ár 13. mai 2012. Vøllurin bleiv tó ikki klárur til fyrsta landskappingardystin, og teir fyrstu heimadystirnir hjá TB blivu tí spældir á Eiðinum í Vági. Til dystin móti B36 var sjálvur vøllurin liðugur, men hann bleiv ikki góðkendur, m.a. tí at har manglaðu 300 sitipláss, sum er eitt krav til øll feløgini, sum hava lið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, TB mátti sostatt spæla dystin móti B36 í Vági. Flaggdagin 2012 var arbeiði við at seta 300 setur við at vera liðugt, og 27. apríl varð vøllurin so góðkendur til fótbóltdystir í bestu mansdeildini. Fyrsti landskappingardystur í Effodeildini var dysturin millum TB og ÍF, sum varð leiktur sunnudagin 29. apríl 2012. TB vann henda fyrsta dystin 1-0. Venjarar hjá TB. a> í Effodeildini, hetta er fyrsti dysturin ið varð leiktur á Vøllinum við Stórá 29. apríl 2012. Sigmundur Brestisson. Tað sigst, at Sigmundur Brestisson liggur grivin undir hesum steininum, sum sæst vinstrumegin á myndini. Sigmundur Brestisson (føddur 961 í Skúvoy - doyði í Sandvík 1005). Sambært Føroyinga søgu var tað stórbóndin og víkingurin Sigmundur Brestisson, ið kristnaði Føroyar. Í ár 999 noyddi Sigmundur, eftir boðum frá norska konginum Ólavi Trygvasyni, føroyingar at taka við nýggjari trúgv og betala skatt til norsku krúnuna. Mótstøðan móti tí nýggju trúnni og skattin, undir leiðslu av tí víðagitna Trónda í Gøtu, varð skjótt niðurbard, og hóast Sigmundur sjálvur læt lív, fekk kristindómurin fótafesti. Sigmundur gifti seg við Turið Torkilsdóttir, dóttir Torkil Barfrost (summastaðnis kallaður Turrfrost) og Ragnhild Toralfsdóttir, úr Noreg. Saman fingið tey dóttrina Tóra Sigmundsdóttir, ið seinni gifti seg við Leivur Øssursson. Gravstaðurin hjá Sigmundi við gravsteini er varðveittur í kirkjugarðinum í Skúvoy. Keldur. Brestisson, Sigmundur Tey óvirknu gassini. Tey óvirknu gassini ella tey óvirknu loftevnini eru frumevnini í bólki 18 (VIII) í skeiðbundnu skipanini. Tey eru: helium, neon, argon, krypton, xenon og radon. Tey verða nevnd óvirkin av tí, at teirra uttasta elektronskal er fult, og tí er tað sera trupult at fáa tey at gera evnasambinding. Tey eru tey einastu frumevnini, sum finnast í natúruni sum einkultatom, øll onnur finnast sum mýl ella jónir (t.d. finnist brom sum mýl: Br2, ella sum ion: Br-). Livonskt mál. Livonskt (līvõ kēļ) hoyrir til finnisku greinina av finno-ugrisku málunum. Einans 35 fólk duga málið, og einans 10 flótandi. Tað er nær í ætt við finskt, ið verður tosað hinumegin Finnlandsfjørðin, og estiskt. Upprunalandið hjá livonunum er Livonia í Lettlandi norðan fyri Kurlandhálvoynna. Málið er hótt. Nakrir upprunalivonar eru byrjaðir at læra seg málið fyri at geva tí uppreisn. Hetta er tó torført, tí livonar eru ongastaðni í meiriluta og hava nærum ongar møguleikar at nýta málið. Skriftmálið byggir bæði á estiskt og lettiskt. Livonskt hevur 13 føll: hvørfall (nominativ), hvørsfall (genitiv), partitiv, hvørjumfall (dativ), illativ, inessiv, elativ, allativ, adessiv, ablativ, translativ og abessiv. A/a, Ā/ā, Ä/ä, Ǟ/ǟ, B/b, D/d, Ḑ/ḑ, E/e, Ē/ē, F/f, G/g, H/h, I/i, Ī/ī, J/j, K/k, L/l, Ļ/ļ, M/m, N/n, Ņ/ņ, O/o, Ō/ō, Ȯ/ȯ, Ȱ/ȱ, (Ö/ö), (Ȫ/ȫ), Õ/õ, Ȭ/ȭ, P/p, R/r, Ŗ/ŗ, S/s, Š/š, T/t, Ț/ț, U/u, Ū/ū, (Y/y), (Ȳ/ȳ), V/v, Z/z, Ž/ž. Ungarskt mál. Økið, har ið Ungarskt mál verður tosað Ungarskt mál (ung.: "magyar") er eitt uralskt mál, ið verður tosað av umleið 14,5 milliónum fólkum, harav 10 milliónir búgva í Ungarn, har ið tað er almenna málið. Ungarskt verður eisini talað í økjum ið hava mark við Ungarn og í ávísum øðrum økjum ikki so langt burturi frá Ungarn. Økini ið liggja við markið hjá Ungarn eru í hesum londum: Rumenia, Slovakia, Serbia, Kroatia og Slovenia (øll hesi eru øki, ið vóru mist eftir fyrra heimsbardaga; harumframt verður ungarskt eisini tosað í Eysturríki. Í Eysturríki-Ungarn var ungarskt saman við týskum eitt av teimum almennu høvuðsmálunum. Norskt mál. Norskt mál er norðurlendskt mál og er talað í Noregi. Tað finnast tvey almenn norsk mál: Bókmál (bokmål), sum stavar frá donskum, og nýnorskt (nynorsk), sum Ivar Aasen endurskapaði grundað á norskum málførum. Bókmál og nýnorskt eru tvungnar lærugreinar í øllum fólkaskúlum og framhaldsskúlum í Noregi. Hví bókmál og nýnorskt? Orsøkin til, at tað í Noregi eru tvey málsnið, meðan tað er nóg mikið við bara einum málsniði í donskum og svenskum, er søgulig og politisk. Bókmál er søguliga sæð ein norskað útgáva av tí danska skriftmáli, sum varð brúkt í Noregi í tí tíðini, tá ið landið var í politiskum samveldi við Danmark (frá uml. 1400 til 1814). Nýnorskt er harafturímóti eitt nýtt skriftmál, sum varð grundað uml. 1850 við støði í norskum bygdarmálum sum ein innlendskur valgmøguleiki til danskt. Bókmál er tí ógvuliga líkt donskum - í skrifti, ikki í framburði! - meðan nýnorskt hevur ávís drøg í felag við føroyskt og íslendskt. Málfrøði. Málfrøðin fevnir um vísindaligar kanningar av mannamáli. Bertákna. Bertákna (frøðiheiti - "Polycera faeroensis") er nakin bertákna í bólkinum Nudibranchia. Í hesum bólki eru djór, sum eru millum tey litríkastu, ið finnast í havinum. Í Dýpinum (sum útróðrarmenn siga – millum Stong og Eystnes) sóu teir í juni 1899 fyri fyrstu ferð hetta djórið (latín; "Polycera faeroensis"). Danin Henning Lemche, serkønur í bertáknum, hevði í 1929 grein um slagið í "The Zoology of the Faroes". Hóast eintakið var í heldur vánaligum standi, sýndu stødd og snið á rivtunguni, at hetta var áður ókent slag. Nú er greitt, at slagið er størri enn tey, ið næst eru skyld. Tey eru um 20-25 mm til longdar. Hetta slagið er upp í 45 mm. Annar munur er, at hetta slagið hevur vanliga átta kampar á høvdinum móti fýra til seks hjá Polycera quadrilineata, ið stendur næst í skyldskapi. Eli Smith. Føroyskt frímerki av Miðvági, sum Eli Smith hevur málað. Eli Smith, føddur 1955 í Havn, er ein føroyskur myndlistamaður, sum málar og setir saman burtur úr tilfari, sum hann savnar í náttúruni. Hann hevur síðani aldarskifti ment tveir ymiskar hættir at gera myndir burtur úr náttúrutilfari, í høvuðsheitum steini. Tann fyrri hátturin er ein máliháttur, har ið Eli knúsar steinar, skeljar, kol og sand, og nýtir hesi sum litpigmentir í málningum; hetta nevnist grótmálningur. Tann seinni hátturin er brotamyndin, har ið listamaðurin skerir steinar sundur til at seta saman eitt myndevni. Eli er fjølbroyttur, og dugir eisini at tekna og arbeiða við øðrum meira siðbundnum tøknum, og hevur hann eitt nú myndprýtt bøkur og fleiri føroysk frímerki. Hann varð útbúgvin sum radiomekanikari í 1976, hevur verið sjómaður, men er í dag ein sjálvlærdur fulltíðar listamaður. Ruth Smith. Ruth Smith, fødd 5. apríl 1913 í Vági, deyð 26. mai 1958, var ein føroyskur málari og teknari. Ruth Smith telist sum ein tann týdningarmesti koloristurin í føroyskari myndlist. Hóast hennara skeið sum listakvinna varð stutt – hon doyði av einari syndarligari druknivanlukku í 1958, bert 45 ára gomul – kom hon at seta sín dám á málningalistina. Útbúgving. Ruth Smith varð borin í heim í Vági í 1913. Faðir hennara, Johan Smith, doyði, tá Ruth var níggju ára gomul, og sum so mong í somu støðu, noyddust Ruth og systkin hennara longu frá barnsbeini av at taka fyrifallandi arbeiði fyri at hjálpa til heima. Í 1930 fór Ruth Smith til Danmarkar, har hon ætlaði at læra til sjúkrasystir. Hon fekk arbeiði í vaskarínum á Diakonissestiftelsen í Keypmannahavn, men tá ein av sjúklingunum á staðnum sá hennara skitsur, setti hann hana í samband við listakonuna Bizzie Høyer. Ruth gjørdist næmingur á Høyers tegneskole í 1933-34, og í 1936 varð hon upptikin á Kunstakademiets Malerskole, sum næmingur hjá Aksel Jørgensen professara. Hesin Aksel Jørgensen helt nógv um gávurnar hjá Ruth Smith, og skal hava sagt, at hennara sjálvsmyndir vóru millum tær bestu í norðurlendska listarheiminum. Í 1943 varð Ruth Smith liðugt útbúgvin. Í 1945 giftist Ruth Smith við arkitektinum Poul Morell Nielsen og tey fingu tvey børn, Leif í 1947 og Louis í 1952. Tey búðu í Keypmannahavn og Lemvig í Jútlandi. Tey árini málaði Ruth býarmyndir úr Keypmannahavn og landslagsmyndir av vesturjútsku strondini. Hon var limur í listafelagskøpunum Se og Ringen. Eitt skifti, í 1947-48, málaði Ruth glas á kendu donsku glasverksmiðjuni Holmegaards Glasværk. Aftur í Føroyum. Í 1948 kendi Ruth Smith seg fastkoyrda, og vildi broyta umhvørvi. Árið eftir, fluttu hon og Poul Morell Nielsen við børnunum til Føroya og búsettist í heimbygd hennara, Vági. Upp gjøgnum fimtiárini málaði og teknaði Ruth fólk og umhvørvið í Vági, og tað er frá hesari tíðini at hon skapti síni høvuðsverk. Serliga sjálvsmyndirnar frá hesum skeiðinum eru framúrskarandi, her tvey dømi, fyrra frá 1955, og seinna – sum kom út á frímerki í 1985 – er frá 1956. Sum málari var Ruth Smith realistur, sum strembaði eftir at lýsa tað ið eyguni og sinnið sóu. Hennara hond er eirindaleys, stuttar óróligar strikur, sum saman við skugga, ljósið og einum óvanliga góðum eyga fyri litbragdi, skapa livandi myndafløtur. Myndamálið sýnir stundum impressionistiska ávirkan, og litspælið avdúkar ørgrynni av smálutum, sum geva myndunum lív, stundum tungt og ekspressivt, stundum lætt og flákrandi. Ein pínd listasál. Tað liggja ikki nógvar lidnar myndir eftir Ruth Smith. Hon var ikki útvend av sinnið, og bríggjaði seg ikki um at sýna fram. Men eftir hana lógu eitt ørgrynni av skitsum, tekningum og ólidnum málningum ið bera boð um eitt pínt listafólk, altíð ivandi, altíð leitandi eftir tí fullkomna. Lítil ivi man vera um, at hennara innvenda sinnalag gjørdi, at hon í lívinum var heldur ókend – og hon er eitt av teimum fáu føroysku listafólkunum, ið gjørdist kend og umhildin eftir sín deyða. Í 1957 flutti Ruth Smith út á Nes, uttanfyri Vágsbygd, har hon bygdi eitt atelier. Veturin 1957-58 arbeiddi hon hart við málningunum, eftir hvat sigst, tí at hon óttaðist at missa sjónina, og ávirka av eykandi tunglyndi. Í mai 1958 endaði lívsskeiðið hjá Ruth Smith orsaka av einari syndarligari druknivanlukku á Vágsfirði. Eftirmæli hennara í føroyskari listasøgu ber boð um ein framúrskarandi kolorist og listafólk, sum ongantíð vann framm á mál, men sum á leiðini skaraði framúr teimum flestu. Ruth Smith fagnaður í Vági á 100-ára føðingardegnum. 5. apríl 2013 vóru hundrað ár liðin, síðan Ruth Smith varð borin í heim. Tað varð hátíðarhildið í 6 dagar við "Ruth Smith fagnaði". Bróður hennara William Smith varð eisini fagnaður samstundis. Útvortis ávísing. Smith, Ruth Smith, Ruth Rúni Brattaberg. Rúni Brattaberg, føddur 1966 í Vági, er ein føroyskur operasangari, ið starvast og framførir í operahúsum kring heimin. Hann hevur seinastu árini bygt sína leikskrá við Wagner (Gurnemanz, Hagen, Hunding, Fafner, Pogner, Heinrich) og aðrar leiðan bassleiklutir sum til dømis Osmin/The Abduction from the Seraglio, Timur/Turandot, Sparafucile/Rigoletto, Sarastro/Gandafloytan, Kaspar/Der Freischütz, læknin/Wozzeck, Rocco/Fidelio, og Basilio/Barberurin í Sevilla í operaljómliðunum í Mainz, Ulm, Detmold, Bern og Mannheim. Í januar 2017 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Bakgrund. Rúni Brattaberg varð føddur og uppvaksin í Vági. Foreldur hansara eru Árni and Karin Brattaberg, ið stovnaðu ullavirkið og klædnafyritøkuna Sirri í 2000 suðuri í Vági. Rúni tók fyrst útbúgving sum dokumentarmyndamaður í Keypmannahavn, og arbeiddi innan fakið í átta ár, áðrenn hann fór í læru sum operasangari. Hann las á Sibelius-Akatemia í Helsinki frá 1997 til 1999 og á "Internationales Opernstudio IOS" í Zurich frá 1999 til 2000. Hann er giftur við týsku operasongkvinnuni Susanne Brattaberg-Jacoby. Slóðir úteftir. Brattaberg, Rúni Helluristir. Helluristir eru tekn, myndir og stavir, sum eru høgt í klettin í forsøguligari tíð. Rúnir. Rúnir byggja lutvíst á gamla germanska tradisjón við at høgga tekin, myndir og stavir í klettin, men eisini á bókstavarøð tey gomlu hava møtt í sambandinum við fólkasløg í Suðurevropa. Orðið rúnir merkir loynidómur. Rúnirnar eru bókstavir, sum vórðu høgdir oftast í stein. Seinni uppi í miðøldini verða rúnirnar eisini høgdar í træ. Vit hoyra í Føroyingasøgu um Trónd í Gøtu, at hann var ein sera vitugur maður, sum eisini varð lagdur undir at duga gand. Tey, sum dugdu at lesa tá í tíðini, vórðu ofta roknaði sum køn í gandi. Í kvæðinum um Leiv Øssurson, tá Tróndur fer til Suðuroyar at finna Torgrím, verður sagt, at hann hevði rúnarkelvi við sær. Eitt kelvi er eitt runt træpetti. Sirri. Sirri er eitt føroyskt klædnamerki úr Vági. IP-adressa. Ein IP-adressa er ein talvirðisadressa (øvugt einari adressu, ið hevur snið sum eitt navn, sí økisnavn) á eini teldu, ið er íbundin eitt net, vanliga internetið. Eitt dømi um eina IP-adressu, skrivað við prikkuppskriving, er "130.255.40.253". Økisnavn. Eitt økisnavn (enskt: "domain name") er eitt navn á einum øki á internetinum. Eitt tað mest nýtta økisnavnið er.com. Hvørt land hevur sítt egna økisnavn, til dømis hevur Føroyar ".fo", Danmark hevur.dk, Noreg hevur.no osfr. Dømi um síður, sum enda við.fo: portal.fo, vagaportal.fo, sandportal.fo, kringvarp.fo, "setur.fo". Dømi um danskar síður við.dk: eb.dk, politiken.dk, "sis.ku.dk"; Økisnøvnini eru ofta í einum sniði, ið sampakka fyriskipanini í RFC 1035. Økisnøvn í Føroyum verða fyrisitin av "Trygdartøkni Sp/f". Men tað er "FO-ráðið", ið er myndugleiki og sambært teimum av landsstýrismanninum í vinnumálum góðkendu viðtøkum, hevur fingið ábyrgdina av umsitingini og nýtsluni av landsøkinum .fo á internetinum. Kurt Gödel. Kurt Gödel (28. apríl 1906 - 14. januar 1978), var støddfrøðingur føddur í Eysturríki-Ungarn. David Hilbert. David Hilbert (23. januar 1862 - 14. februar 1943), var støddfrøðingur føddur í Týsklandi. Íslendskt mál. Íslendskt er eitt indo-evropeiskt mál. Tað hoyrir til ta vesturnorrønu málættina saman við føroyskum, norskum og hinum nú útdeyða norn, sum norrøna málið í Hetlandi nevndist. Sviar, norðmenn og danir skilja heilt væl hvønnannan. Teir hava størri trupulleikar við íslendskum, hóast íslendskt líkist tí skandinaviska málinum, ið varð tosað fyri túsund árum síðan. Næstringur hjá íslendskum er føroyskt, men málini eru ikki so lík, at ein íslendingur skilir ein føroying uttan trupulleikar. Málskyldskapur. Føroyskt og íslendskt eru grannamál. Hugsa vit um uppruna, stavseting ella orðatilfar, eru tey nær í ætt. Men munurin er á reglunum viðvíkjandi framburði. Tá ið landnámsmenn í 9. øld hildu vestur í hav úr Vesturnoregi, settu summir búgv í Íslandi, summir í Føroyum, og uppaftur summir funnu sær bústað í oyggjalondum sunnan fyri Føroyar. Hesir niðursetumenn vóru ættaðir av vesturstrond Noregs og bóru sjálvsagt við sær tey bygdamál, ið talað vórðu har um leiðir. Mál teirra kalla vit norrønt. Fyrstu øldirnar hendir valla tað nógva málinum viðvíkjandi í hesum nýbygdu londunum. Føroyingurin, íslendingurin og hetlendingurin, sum hittust um ár 1000, mundu uttan størri tvørleika skilja hvør annan. Men sum øldir liðu fleiri, tók málið at broytast í ljóði, soleiðis at smátt um smátt sprettur íslendskt úr norrønum og føroyskt úr somu rót. Stóra broytingarskeiðið verður ofta sett til hvarvið 1300 til 1500. Kemur tú í einum teksti fram á orð sum til dømis "blað", "bátur" ella "vík", so heldur tú ivaleyst tekstin at vera føroyskan. Men tað er ikki vist, at hann er føroyskur. Hann kann eins væl vera íslendskur. Men biður tú eitt íslandskt og eitt føroyskt fólk lesa hesi 3 orðini upp, so hoyrir tú mun alt fyri eitt. Málføri. Skulu vit tosa um bygdarmál (fø. "málføri", ísl. "mállýskur") í Íslandi, er fyrst at siga, at munurin á málinum í teimum ymsu pørtunum av landinum er lítil. Tann munur ið er, er fyrst og fremst í framburðinum. Skilt verður t.d. ímillum harðmæli á Norðurlandinum (frá Héraðsvötnum og eystur í Vopnafjörð) og linmæli aðrastaðni í landinum. Í harðmæli eru k, p og t fráblást í innstøðu aftan á langt sjálvljóð, meðan tey eru ófráblást í linmæli, ljóðskrivað ávíkavist [kʰ, pʰ, tʰ] og [b, d, g]. Ein partur av harðmælisøkinum, serliga Eyjafjarðarsýsla, hevur raddað ljóð undan p, k og t; dømi vanta [vantʰa], lampi [lampʰi], hjálpa [jaulpʰa], meginparturin av landinum hevur óruddaðan framburð, t.d. [vandta], [lambpi] og [jaulbpa]. Filmur. Filmur er livandi myndir. Tøknin var uppfunnin í endanum av 19. øld. Teir fyrstu filmarnir høvdu ikki talu og ikki ljóð, tekstir, sum kundu greiða frá søguni, stóðu á løriftinum. Ein pianoleikari hevði undirspælið við hóskandi tónleiki, til dømis kvikum og harðligum tónleiki, tá ið onkur varð jagstraður. Áskoðarafjøldin fór skjótt at velja sær sínar yndisleikarar, og tær fyrstu filmsstjørnurnar vórðu til dømis Rudolph Valentino. Í 1927 kom tann fyrsti talufilmurin, og síðan vildi áskoðarafjøldin ikki vita av øðrum. Tøknifrøðiliga gjørdust filmarnir støðugt betri. Í Amerika gjørdu Metro-Goldwyn-Mayer Studios (MGM) og nøkur fá onnur stór filmsfeløg 95 % av øllum filmum. Í 1950-árunum fingu fólk áhuga fyri sjónvarpinum, og tað gjekk aftur á hond við filmsídnaðinum. Tey seinastu árini hevur filmurin tó ment seg aftur. Í Hollywood vórðu flestu filmarnir gjørdir. Í syðra parti í Kalifornia var rætta veðurlagið og landslagið til filmsupptøkur. Millum 1907 og 1913 varð ein partur í Los Angeles, Hollywood, miðdepil í amerikanskum filmsídnaði. Eisini Russland, Týskland, Frakland og Japan hava gjørt filmar, sum hava havt stóra ávirkan á filmsídnaðin um allan heim, og filmsídnaðurin er alstórur. Tal. Eitt tal er eitt abstrakt hugtak sum til dømis verður nýtt til at áseta mongd. 0,000 000 000 000 000 000 000 001 = 10−24 = Kvadrillióntapartur 0,000 000 000 000 000 000 001 = 10−21 = Trilliardtapartur 0,000 000 000 000 000 001 = 10−18 = Trillióntapartur 0,000 000 000 000 001 = 10−15 = Billiardpartur 0,000 000 000 001 = 10−12 = Billióntapartur 0,000 000 001 = 10−9 = Millardtapartur 0,000 001 = 10−6 = Millióntapartur 1 0 = 101 = Tíggju 1 00 = 10² = Hundrað 1 000 = 103 = Túsund 1 000 000 = 106 = Millión 1 000 000 000 = 109 = Milliard 1 000 000 000 000 = 1012 = Billión 1 000 000 000 000 000 = 1015 = Billiard 1 000 000 000 000 000 000 = 1018 = Trillión 1 000 000 000 000 000 000 000 = 1021 = Trilliard 1 000 000 000 000 000 000 000 000 = 1024 = Kvadrillión 1 000 000 000 000 000 000 000 000 000 = 1027 = Kvadrilliard 1 000 000 000 000 000 000 000 000 000 000 = 1030 = Kvintillión 1 000 000 000 000 000 000 000 000 000 000 000 = 1033 = Kvintilliard eitt eitt-tal við 100 nullum eftir sær = 10100 = Googol eitt eitt-tal við einum googol nulli eftir sær =10Googol = formula_1 = Googolplex Teljital. Eitt teljital ella eitt natúrligt tal er eitt av tølunum 1, 2, 3... Mongdin av teljitølum hevur í støddfrøði symbolið formula_1. Tað skal viðmerkjast, at nakrir støddfrøðingar (serstakliga talástøðingar) dáma betur ikki at skoða talið 0 sum eitt teljital - meðan aðrir (serstakliga mongdarástøðingar, logikkarar, teldufrøðingar) uppíroknað 0 sum eitt teljital, her hevur mongdin symbolið formula_2. Heiltal. Eitt heiltal er eitt tal, sum kan skrivast uttan at nýta talbrot ella desimaltal. Heiltølini eru ein víðkan av teljitølunum. Mongdin av heiltølunum hevur í støddfrøði symbolið formula_1. Rationelt tal. Eitt rationelt tal, eisini nevnt ráðið tal, er eitt tal, sum kann skrivast við at nýta formin, formula_1, har bæði a og b eru heiltøl. Hetta fevnir um bæði heiltøl og talbrot. Mongdin av rationellum tølum hevur í støddfrøðini symbolið formula_2. Øll onnur reel tøl verða rópt tey irrationellu tølini. Reelt tal. Eitt reelt tal, eisini nevnt ítøkiligt tal ella, eitt sindur misvísandi, eitt altal, er eitt tal, sum kann skrivast sum eitt endaleyst desimalbrot, t.e. formula_1. Mongdin av reellum tølum hevur í støddfrøði symbolið formula_2. Lofsöngur. Lofsöngur, kennist eisini undir heitinum "Ó Guð vors lands" er tjóðarsangur Íslands. Orðasmiður er Matthías Jochumsson og tónlistarsmiður Sveinbjörn Sveinbjörnsson. Norðuramerika. Norðuramerika er ein heimspartur. Norðuramerika eru londini Sambandsríki Amerika, Kanada og Meksiko, umframt heimsins størstu oyggj, Grønland. Í seinastu ístíð lá mikil ískappi um meginlandið, sum sumstaðni brýndi niður landslagið, dýpti láglendið við Stóruvøtn og legði eitt jaður av fruktagóðari mold oman á víðu grasfløturnar í Miðvestri. Klettafjøll eru norðan úr Alaska og suður í New Mexico eru ryggurin í meginlandinum. Eystanfyri eru Appalachiafjøll, og eystan og sunnan tey er lág strond. Í Eysturkanada er Kanadaskjøldur, ein ovurstór lægd við gomlum, niðurruddum fjøllum, sum nú liggja undir mold. Oyðimerkur eru í útsynningspartinum í USA og suður í Norðurmeksiko. Fólkið í hesum heimsparti var einaferð upprunafólk - indiánar, sum livdu av tí, náttúran gav. Næstan alt fólkið har nú á døgum eru eftirkomarar hjá niðursetufólki, sum eru flutt hagar seinastu 400 árini. Sterkasta landið, bæði tá vit hugsa um fólkatal og vælferð, er USA, ríkasta land í heiminum. Norðan fyri USA er ovurstóra Kanada. Her býr ikki so nógv fólk, tí at har er berligari, kaldari og harðførari enn hjá grannanum fyri sunnan. Bæði londini vóru einaferð bretsk hjálond, og meginparturin av fólkinum talar enskt. Í Meksiko talar fólkið spanskt, tí at fyrr var Meksiko spanskt hjáland. Hóast nógv olja og gass eru í Meksiko, er landið fátækt. Norðuramerika er ein av ótættast bygdu heimspørtunum í heiminum. Stívliga tveir triðingar av fólkinum búgva í USA. Næstflest fólk búgva í Meksiko, minst er í Kanada. Fyrr búði mesta fólkið í USA í eystara parti í landinum, men seinastu fimmti árini eru mong flutt til lýggjaru ríkini fyri sunnan og vestan (t.d. Kalifornia, Arizona og Texas). Soleiðis hevur eisini verið í Kanada, fólk eru flutt av eysturstrondini og til Stóruvøtn og til dømis Toronto í Ontario, ella tey eru flutt til býir á vesturstrondini, til dømis Vancouver í British Columbia. Tilflytarar eru komnir í stórum tali til Norðuramerika, helst úr Evropa, men eisini úr Suðuramerika og Asia. Øll fóru ikki, tí at tey ætlaðu tað. Svarta fólkið í Amerika er ættað frá afrikonsku trælunum, sum við valdi vórðu fluttir til Amerika frá 1619 til 1808 at arbeiða í lundunum. Trælahaldið varð ikki avtikið fyrr enn í 1865. Afroamerikanarar, sum tey svørtu verða nevnd, fáa størri og størri ávirkan í amerikanska samfelagnum. Øll trý londini í Norðuramerika eru sambandsríki. Tað er, at londini eru skift sundur í fleiri ríki. Hesi ríki hava egið lóggávuvald og senda eisini umboð til sambandstingið, so at øll kunnu verða við at gera av, hvussu landið skal verða stýrt. Carl Jóhan Jensen. Carl Jóhan Jensen (føddur 2. desember 1957) er ein føroyskur rithøvundur. Hann hevur tríggjar ferðir fingið Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, tað var í 1989, 2006 og 2015, og fýra ferðir hava bøkur hansara verið tilnevndar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, í 1991, 1998, 2007, 2008 og 2016. Í 2007 var tað bókin "Ó - Søgur um djelvulskap", sum var tilnevnd og í 2008 var tað yrkingasavnið "September í bjørkum sum kanska eru bláar" ið varð tilnevnt, í 2016 er tað fyri skaldsøguna "Eg síggi teg betur í myrkri". Lívsleið. Carl Jóhan Jensen vaks upp í Havn. Í 1973 flutti hann til Danmarkar, har hann tók studentsprógv í 1976. Síðan flutti hann heimaftur til Føroya, har hann eitt nú starvaðist sum blaðmaður. Frá 1979 til 1981 las hann føroysk á Fróðskaparsetrinum. Frá 1981 til 1987 las hann íslendskt mál og bókmentir í Reykjavík. Í 1990 tók hann prógv sum cand.phil. í føroyskum máli og bókmentum. Hann er giftur avstralsku Kate Sanderson, saman eiga tey tveir synir. Kate hevur starvast fyri Føroya landsstýri í fleiri ár, og í 2012 gjørdist hon sendikvinna Føroya í ES. Síðan 2012 hava tey búð í Brússel, vegna starv hennara. Hann útgav sítt fyrsta yrkingasavn í 1977. Hann hevur útgivið yrkingar, skaldsøgur og eitt ritsavn. Hann hevur týtt fleiri tekstir til føroyskt, eitt nú hjá Strindberg, Ayckbourn, Dario Fo og Einar Kárason. Tekstir hjá Carl Jóhan eru týddir til onnur mál og hava verði útgivnir í tíðarritum og ritsøvnum í Danmark, Noregi, Svøríki, Niðurlondum, Týsklandi og USA. Verk hansara, ið hava verið tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins eru týddar til eitt av norðurlendsku málunum í samband við tilnevningina. Skaldsøgan Ó er útgivin í Noregi av forlagnum Det Norske Samlaget, Lars Moa týddi til norskt. Í oktober 2011 var Carl Jóhan Jensen ein av 10 føroyskum rithøvundum, ið var umboðaður á bókamessuni í Frankfurt, hann var umboðaður við skaldsøguni Ó. Tað var fyrstu ferð, at Føroyar luttóku á týsku bókamessuni, tað var Ísland, ið bjóðaði Føroyum við í samband við at Ísland var heiðursgestur á messuni. Á heysti 2013 umboðaði ein av yrkingum hansara Føroyar í ES tiltakinum Transpoesie 2013, yrkingin hevur heitið "Tú". Yrkingin var víst í bussum, sporvognum og í metro’ini í høvuðsstaðnum hjá ES á føroyskum og í franskari og niðurlendskari týðing. Tiltakið byrjaði við framsýning og upplestri 26. september, sum er almenni evropeiski dagurin fyri mál og málsligt fjølbroytni. Tá las Carl Jóhan Jensen yrkingar á føroyskum saman við yrkjarum úr sjey øðrum londum. Carl Jóhan var formaður fyri Rithøvundafelag Føroya 1991–92 og 2004–2006. Keldur. Jensen, Carl Jóhan Jensen, Carl Jóhan Petur Pólson. Petur Pólson ella Petur Pólson Jensen (18. januar 1973). Føroyskur tónleikari og yrkjari. Hann er lærari í Sandavági, har hann eisini býr. Jehova Vitni. Jehova Vitni er ein altjóða kristin trúarrætningur. Jehova Vitni royna at venda aftur til sið og trúgv í kristnu fornkirkjuni, trúgva at afturkoma Jesu Krists verður í næstum og trúgva ikki uppá vanligu kristnu tríeindina. Charles Taze Russell stovnaði í 1870-unum bólkin sum í dag kallar seg Jehova Vitni. Í fyrstuni vórðu tey nevnd "Bíbliunæmingarnir". Men í 1931 tóku tey við bíbilska navninum Jehova Vitni. Samskipanin, sum byrjaði í smáum, er nú vaksin so mikið, at 8.683.117 vitni íðin boða í flestum londum kring heimin. Jehova Vitni eru serliga kend fyri at boða boðskap sín dyr-til-dura, har tey eisini útvega fólki, ið bjóða teimum inn, bøkur og annað tilfar. Eisini taka Jehova Vitni ikki ímóti blóði, og gera heldur ikki hernaðartænastu, sum hevur skapað stríð í ymiskum londum. Tey hátíðarhalda ikki jól, páskir ella føðingardagar, tí teir verða mettir at vera heidnir heilidagar og ikki í sambæri við kristindóm. Jehova Vitni halda, at Sátan eigur verðsliga heimin og síggja hann sum spiltan, tí avmarka tey samband við verðsliga heimin og fólkið. Fyri at fáa limir at akta, verða summir onkuntíð skildir frá øðrum fólki, um teir hava gjørt okkurt skeivt sambært Jehova Vitnum. Flestu samkomur Jehova Vitna hava møti tríggjar ferðir um vikuna. Frálæra Jehova Vitna er grundað á Bíbliuna. Møtini byrja og enda við bøn, og á flestu møtunum er eisini "andaligur lovsongur". Atgongdin er ókeypis, og eingin innsavning fer fram. Flestu samkomur halda møti í einum ríkissali. Talan er vanliga um einfaldar bygningar, sum sjálvboðin vitni hava reist. Hvørki halgimyndir, krossar ella annað slíkt er at finna í ríkissalinum. Útreiðslur bólksins verða goldnar við sjálvbodnum gávum. Í øllum samkomum eru elstar ella umsjónarmenn, sum stíla fyri undirvísingini í samkomuni. Teir hava samkomutænarar at hjálpa sær. Hesir menninir eru ikki hevjaðir yvir hini í samkomuni. Teir verða ikki nevndir við serligum heitum. Teir eru ikki øðrvísi ílatnir enn onnur. Og teir fáa ikki løn fyri sítt arbeiði. Hinir elstu taka sær viliga og við gleði av andaliga tørvinum í samkomuni. Teir kunnu ugga og hjálpa í truplum tíðum. Jehova Vitni halda eisini á hvørjum ári størri og minni stevnur. Tá savnast fleiri samkomur um eina serliga skrá við undirvísing úr Bíbliuni. Á øllum stevnunum er dópur av nýggjum lærisveinum fastur táttur á skránni. Alheims høvuðsskrivstovan Jehova Vitna er í Warwick í USA. Har situr "Stýrandi Ráðið", ein bólkur av royndum elstum, sum leiðir ta heimsumfatandi samkomuna. Annars eru eisini meira enn 100 deildarskrivstovur kring heimin. Á teimum arbeiða sjálvboðin við at framleiða og senda bíbilskan lesnað. Boðanararbeiðið á staðnum verður eisini skipað haðani. Føroyskir filmar. Hetta er ein listi yvir føroyskar filmar ella filmar, sum hava tilknýti til Føroyar, t.d. filmar, sum føroyingar hava skrivað ella leikstjórnað ella útlendskar filmar, sum eru upptiknir í Føroyum. L. Tey leikandi: Lea Blaaberg, Hildigunn Eyðfinsdóttir, Hjálmar Dam, Bárður Persson, Gunnvá Zachariasen. Undirhald. Undirhald er kynstri at halda fólk upptikin á ein hátt soleiðis at tey stuttleiki sær. Teldufrøði. Teldufrøði er ein vísindagrein, ið fevnur um øll øki innan teldur og dátuviðgerð. Norðlýsið (tíðindablað). Norðlýsið er eitt føroyskt tíðindablað ið byrjaði virksemi sítt 16. apríl 1915. Norðlýsið hevur heimstað í Klaksvík og er serliga eitt lokalblað fyri Norðuroyggjar. Ávisingar úteftir. Norðlýsið Rás 2. Rás 2 er ein útvarpsrás í Føroyum. Høvuðssæti er í Vágsbotni. Rás 2 er nú partur av Miðlahúsinum í Vágsbotni. Rás 2 sendi fyrstu ferð 14. desember 1999. Í 2002 arbeiddi eitt fólk í føstum starvi umframt ein, sum var í starvsvenjing. Í september 2007 keypti P/F Miðlavarpið Rás 2. Tað var Sosialurin sum átti Miðlavarpið. Rás 2 flutti tá inn í Miðlahúsið í Vágsbotni, har sum Sosialurin eisini heldur til. Jonhard Hammer var fyrsti stjórin á Rás 2, eftir at Miðlavarpið hevði keypt útvarpsstøðina.. Lindin. Lindin er ein kristilig útvarpsrás í Føroyum. Atlantic Radio. Atlantic Radio var ein útvarpsrás í Føroyum frá 6. mai 1999 og sendi 24 tímar um døgni fram til oktober sama ár. Frekvensurin var 101,5 MHz. Atlantic Radio var fyrsta privata útvarpstøð í Føroyum. Rás 2 keypti restirnar frá Atlantic Radio og byrjaði at senda í desember 1999. Atlantic Radio breyt við allar tradisjónir innan føroyskt útvarp, og støðan fekk beinavegin risastóra undirtøku frá lurtarunum. Ungu og entusiastisku starvsfólkini vóru altíð á staðnum har nakað hendi, og sent var frá ymiskum støðum kring Havnina, og kring landið. Atlantic radio borðreiddi eisini við einari nýggjari kjakmentan, og hugflogið og spontaniteturin høvdu frítt spæl. Men fólkini dugdu ikki at føra ein lýsingar og sponsorpolitikk, og bleiv lykilin snaraður um, aftaná eitt hálvt ár. Oyggjatíðindi. Oyggjatíðindi er eitt føroyskt tíðindablað. Tað kom út fyrstu ferð 25. november 1977. Í september 2011 avgjørdi Dan Klein, blaðstjóri á Oyggjatíðindum, at framyvir skuldi Oyggjatíðindi ikki koma út í blaðútgávu, men sum talgilt blað. Henda avgerð varð tikin fyri at tilpassa blaðið teir tendensir, sum talgildu miðlarnir hava við sær. Henda broyting hevur gjørt tað møguligt fyri fólk um allan heimin at lesa tíðindi á heimasíðuni hjá Oyggjatíðindi, umframt at keypa blaðið sum pdf-fílu. Blaðið kom út fyrstu ferð sum Pdf fíla lomgu í 2003, ein tænasta til føroyingar uttanlands. Fregnir. Fregnir var eitt føroyskt tíðindablað, sum kom út fra 6. apríl 2001 til 2004. G! Festival. G! Festival í Gøtu er fyrsti uttandura tónleikafestivalur í Føroyum. Søgan. Fyrsti G! Festivalurin var í 2002. Tað vóru fólk í Tónleikasamtakinum Grót og í bólkinum Clickhaze, sum tóku stig til hendan fyrsta G! Festivalin. Fyrsti G! Festivalurin vardi einans ein dag og hevði einans ein pall, mestsum bara føroyskar tónleikabólkar og einki tjaldingarøkið. Árið eftir, í 2003 vaks tiltakið í vavi til áleið tað konseptið, sum G! hevur verið kent fyri síðani - tað strekkir seg yvir hósdag, fríggjadag og leygardag, við fleiri pallum, tjaldingarøki og stórum parti av bólkunum úr útlondum. Festivalurin vaks hvørt ár frá byrjan til heystið 2007 tá G! festivalurin fór á heysin vegna stóra fíggjarliga skuld. Í januar 2008 kunngjørdi Jón Tyril, talsmaður fyri G! Festivalin, at eingin festivalur fór at vera í 2008. Tá summarið kom, varð tó hildin ein G! Mini festivalur, sum var ein skerd minni útgáva av G! Festival. Í januar 2009 varð G! Festivalurin endurreistur og varð hildin aftur í Gøtu summarið 2009. Í 2010 var G! Grunnurin settur á stovn og tók yvir fyriskipanina av G! Festival. Stjóri í G! Grunninum er Janus Rasmussen. Í nevndini fyri G! Grunnin sita í løtuni Sigvør Laksá, formaður, Hans Jákup Mikkelsen, næst form., Oluffa Joensen, Theodor Kapnas, Jón Tyril. Alt yvirskot frá G! Festival fer óskert til arbeiðið at gera eina tónleikamiðstøð í Gøtu. 2003. Í 2003 framførdu eitt nú hesi: Bomfunk MC's (FI), Úlpa (ÍS), Xploding Plastix (NO), Glorybox (DK), Clickhaze (FO). 2004. Í 2004 framførdu eitt nú hesi: Kashmir (DK), Russ Taff (USA), Temple of Sound (UK), Darude (FI) og Gåte (NO). 2005. Í 2005 framførdu eitt nú hesi: Nephew (DK), Blue Foundation (DK), Beats and styles (FI), Glenn Kaiser (US), Hjálmar (ÍS), Afenginn (DK), Europe (SE), Eivør (FO), Teitur (FO). 2006. Í 2006 framførdu eitt nú hesi: Mugison (IS), Animal Alpha (NO), Beth Hart (US), Kaizers Orchestra (NO), Outlandish (DK), Infernal (DK), Eivør (FO), Teitur (FO). 2007. Í 2007 framførdu eitt nú hesi: Natasha Bedingfield (UK), Serena Maneesh (NO), The Dixie Hummingbirds (US), Nephew (DK), Hatesphere (DK), Polkaholix (DE), Eivør Pálsdóttir (FO), Teitur Lassen (FO), Boys In A Band (FO), Sic (FO), Budam (FO) 2009. Í 2009 framførdu eitt nú hesi: Spleen United (DK), Mr Flash (FR), Familjen (SE), Katzenjammer (NO), Nathan James (US), Veto (DK), The Haunted (SE) og Valravn (FO/DK) 2010. Í 2010 framførdu eitt nú hesi: Arch Enemy (SE), Moto Boy (SE), FM Belfast (IS), Eivør Pálsdóttir (FO), Nephew (DK), Lucy Love (DK), Týr (FO) og The Ghost (FO). 2011. Í 2011 framførdu eitt nú hesi: Travis (UK), The Tennessee Mafia Jug Band (US), Annemarie Zimakoff (DK), Mugison (IS), Petur Pólson (FO), Orka (FO), Andy Irvine (IRE), Guðrið Hansdóttir (FO), Fallulah (DK), Skálmöld (IS), Hamferð (FO), Guðrun & Bartal (FO), Blind Boys of Alabama (US), MOVITS! (SE), Meshuggah (SE), Týr (FO), Sic (FO) og Nive Nielsen and the Deer Children (GR). 2012. Í 2012 framførdu eitt nú hesi: Kapten Röd (SE), Raske Penge (DK), Retro Stefson (IS), Hogni (FO), Eivør Pálsdóttir (FO), Amsterdam Klezmer Band (NL) 200 (FO), Teitur Lassen (FO), Rosa Lux (DK), Nanook (GL) Hamferð (FO) Guðrið Hansdóttir (FO), JPFT Soundsystem (DK), Benjamin (FO), Brynjolfur (FO), Gipsy Train (FO), Villu Veski (EE), Momentum (IS), SAKARIS (FO), Marius Ziska (FO), Frændur (FO), Knút (FO), Kaj Klein (FO), KGB (IS), Lív Næs (FO) og Kiasmos (FO/IS). 2013. G! festivalurin hevði m.a. hesi nøvn á skránni fyri 2013: Nephew (DK), Karin Park (SE), Ásgeir Trausti (IS), Reptile Youth (DK), Alina Devecerski (SE). Høgni Lisberg. Høgni Lisberg ella HOGNI (føddur 7. juni 1982 í Tórshavn, uppvaksin í Leirvík, búsitandi í Danmark) er ein føroyskur tónleikari. Sum fyrrverandi trummusláari í bólkinum Clickhaze, skifti Høgni kós og fór innan singer/songwriter at royna nýggjar leiðir. Sum sangari, guitarleikari og sangskrivari hevði hann nógv løg uppá hjarta, ið skuldu út. Hetta endaði so við einari fløguútgávu, ið kom út í 2003 og nevndist "Most Beautiful Things", ið fekk sera góð ummæli. Høgni hevur síðani verið virkin við framførslum heima í Føroyum og uttanlands. Hann skrivar og spælir egnan tónleik, sum hittar bæði í Føroyum og í útlandinum. Slóðir. Lisberg, Høgni Lisberg, Høgni Fylgisveinur. Ein fylgisveinur er ein manngjørdur himinknøttur sendur í ringrás um Jørðina, mánan ella aðra gongustjørnu til dømis at gera mátingar ella at senda sjónvarps- og útvarpsbákn. Fylgisveinar, ið ganga í rúmdini, taka myndir av jørðini, og hesar myndir hjálpa veðurfrøðingum í arbeiðinum at seta saman veðurforsøgn komandi dagarnar. Fylgisveinar eru í ringrás um Jørðina, ikki hundraðtals metrar, men hundraðtals kilometrar úti í rúmdini. Haðani hava fylgisveinar ótrúligt útsýni yvir Jørðina. Summir hava myndatól og taka myndir av høvum og londum og siga frá veðrinum og øðrum viðurskiftum á Jørðini, sum broytast alla tíðina. Aðrir fylgisveinar eru millumstøðir í telesamskiftinum ímillum lond. Allir hesir fylgisveinar eru sendar upp av Jørðini. Teir eru eins og ein máni, sum er í ringrás um gongustjørnu. Søga. Søga er orð brúkt um upplýsingar um fortíðina. Tá orðið verður brúkt um vitanargrein, sipar "søga" til tulking av vitan um mannasamfeløg, og er skilt við føroyska orðið, at "siga". At siga merkir at siga frá, og í hesum týdninginum merkir tað, at siga frá tí, í er hent í fortíðini. Upphavsrættur. Upphavsrættur (á enskum: "copyright") er ein avmarkaður rættur, sum fólk, sum skapa verk hava til at ráða yvir verkinum. Upphavsrættur í Føroyum. Upphavsrættur varð yvirtikið sum føroyskt málsøki frá Danmark 1.januar 2010. Tað tók tó nøkur ár at smíða føroysku lógina, sum kom í gildi 30.apríl 2015. Í lógini verður staðfest, hvat tú kanst og ikki kanst gera við tilfar, sum onnur hava skapað. Hetta tilfar kann vera myndir, tekstir, tónleikur, filmur og telduforrit. Eftir lógini verður loyvi givið til ein felagsskap at umsita upphavsrætt í Føroyum. Fjølrit hevur loyvi frá Mentamálaráðnum at virka sum umsitingarfelagsskapur. Keldur. Kapittul 3 "Felags umsiting av upphavsrættargjøldum" §40 Jákup Jógvansson. Jákup Jógvansson var løgmaður í Føroyum 1677 - 1679. Jákup Jógvansson var sýslumaður á Sandi, og var bóndi í Dalsgarði í Skálavík. Hann var sonur Jógvan Poulsen, ið var løgmaður áðrenn Jákup Jógvansson. Suðuramerika. Suðuramerika er merkt við grønum. Suðuramerika er annað av meginlondunum á vestaru hálvkúlu jarðar, og er størri parturin av meginlandinum sunnanfyri ekvador. Tað liggur millum tvinni høv – vestanfyri er Kyrrahav og eystanfyri er Atlantshav; Norðuramerika og Karibiahav eru norðanfyri. Mangan verða meginlondini bæði – Norðuramerika og Suðuramerika – roknaði undir einum sum Amerikansku meginlondini, og hava bæði fingið navn eftir Amerigo Vespucci, ið var fyrsti evropearin, sum vísti á at hesi meginlond ikki vóru India, men heldur ein nýggjur heimur, ið evropearar ikki kendu frammanundan. Suðuramerika er 17,840,000 km² stórt, og tað svarar til uml. 3.5% av jarðarflatuni. Tað var í 2005 mett, at fólkatalið var hægri 371 000 000. Í vavi eru trý meginlond størri enn Suðuramerika (Asia, Afrika og Norðuramerika, men tá talan er um fólkatal, er Evropa eisini størri enn Suðuramerika, tí bert í Oseania bugva færri fólk. Antarktis er jú fólkatómt. Jarðfrøði. Jarðfrøðisliga røkkur Suðuramerika frá Panamaveitini, sum sker seg gjøgnum Isthmus í Panama og suður í Eldlandið. Summi rokna Norður- og Suðuramerika sum eitt stórt meginland, og partarnir verða so hvør sær umtalaðis sum meginlanda-øki. Geopolitiskt verður alt Panama – eisini pettið eystanfyri Panamaveitina – mangan roknað upp í Norðuramerika, ella kanska meiri neyvt millum londini í Miðamerika. Í jarðfrøðisligum høpi er hampuliga stutt síðan at Norður- og Suðuramerika runnu saman, tí tað eru ikki nógv meiri enn 3 milliónir ár síðan Isthmus í Panama, varð skapt. Hetta nevna jarðfrøðingar Stóra Amerikanska Samanrenningin. Andesfjøllini eru eisini rímiliga ung og tí enn seismologiskt óstøðug. Hesi fjøll ganga sum ein ryggur suður gjøgnum meginlandið vestantil. Eystanfyri Andesfjøllini er tropiskt veðurlag við regnskóg og stóra ósanum frá Amazonánni. Millum turraru økini í landinum kunnu nevnast Patagonia og tann sera karga Atacama oyðimørkin. Nógvar oyggjar og oyggjabólkar verða eisini taldar við í Suðuramerika, tí tær mangan hoyra til statirnar á meginlandinum. Karibia verður tó roknað uppí Norðuramerikanska økið. – Kolombia, Venesuela, Gujana, Surinam og Franskt Gujana eru lond í Suðuramerika, ið liggja út móti Karibiahavi, og verða tey eisini nevnd Karibiskt Suðuramerika. Suðuramerika hevur fleiri rekordir í landalæruhøpi: Heimsins hægsta foss Angel Falls, heimsin størstu á (ikki longstu) Amazoná, longstu fjallaketu Andesfjøll, turrastu oyðimørk Atacama, størsta regnskógin Amazonskóg, hægsta høvuðsstaðin La Paz, Bolivia, og syðsta býin Ushuaia, Argentina. Høvuðs natúrutilfeingið er kopar, jarnmálm, tin, og olja. Nógva tilfeingi í Suðuramerika er komið væl við hjá heiminum øllum. Men mangan hevur hetta tilfeingi verðið ein forðan fyri menningini av fjøltáttaðum ídnaði. Tað hevur fort nógvan órógv í fíggjarstýringini í fleiri av Suðuramerikansku statunum, og mangan fort til politiskan ófrið. Djóralívið í Suðuramerika er bæði áhugavert og sermerkt. Einastandandi djór finnast her, so sum llama, anaconda, pirana, jaguar, vicuna, og tapir. Í Amazonskóginum er sera høgur biodiversitetur og ein stórur partur av ymiskleikanum í djóraheiminum er her at síggja. Nógv tað størsta landið í Suðuramerika er bæði í vídd og fólkatali Brasil og Argentina er næststørst. Søga. Fyrstu fólkini í Suðuramerika eru helst ættað frá teimum, sum fóru um Beringssundið fyri umleið 15000 árum síðani. Hesi fólk eru so líðandi komin suður gjøgnum amerikansku meginlondini, og longu fyri 12 000 árum síðani eru fyrstu slóðirnar eftir fólki at finna syðst í Kili. Muisca mentanin. Muisca mentanin verður elsta mentanin í Kolombia nevnd. Hetta fólk var samansett av fleiri ættbólkum, cacicazgos, ið høvdu umfatandi handil sínámillum. Tey vóru eisini gullsmiðir og bøndur. Chavín menatin. Chavín mentanin um ár 900 f.Kr. høvdu hesi fólk handilsvirksemi og úbygdan landbúnað sambært teim metingum gjørdar eru útfrá leivdum, sum eru funnar. Lutir eru funnir á einum stað í Peru, ið nevnist Chavín de Huantar. Hetta stað er í 3,177 metra hædd. Chavín mentanin helt sær ið hvussu er í gjøgnum tíðarskeiðið 900 til 300 f.Kr. Inka. Við høvuðssæti í mæta býnum Cusco, var Inka mentanin ráðandi í Andesøkinum frá 1438 til 1533. Teirra land var kent sum "Tahuantinsuyu", ið merkir "tað fýra býtta landið”. Í Quechua, var Inka mentanin sera týðulig og vælment. Teir vóru mætir steinsmiðir, og býir teirra eru einastandi avreksverk bygd inn í fjallasíðurnar. Teir veltu jørðina í terrassum. Metalarbeiði teirra var eisini av hægstu góðsku. Afrika. Heimskort. Afrika er merkt við grønum. Afrika er næststørsti heimsparturin í heiminum við einari vídd á 30,3 milliónir km²; Tað svarar til umleið 20% av heimsins landaøki. Trupul byrjan. Politiska støðan hevur verið turbolent. Tá ið seinni heimsbardagi endaði í 1945, vóru bara trý sjálvstøðug ríki í øllum Afrika: Liberia, Suðurafrika og Etiopia. Alt Afrika annars var í høvuðsheitum býtt millum Bretland, Frakland, Belgia og Portugal. Tá ið afrikonsku londini tóku loysing, vórðu tey vanrøkt og eftirlond á mest sum øllum økjum. Flestu londini vórðu syndrað, tí hjálandastýrini høvdu sett landamørkini, sum teimum hóvaði best, og mong fólk kendu seg vitiliga skild frá sínum fólki og heimleys í nýggja landinum. Hóast einstakir menn og stovnar hava gjørt vala arbeiði fyri fólkið í Afrika, so hava tey gomlu harraveldini í Evropa lítið og einki gjørt at búgva út londini í Afrika til sjálvstýri. Komu ríki londini uppí var tað ofta til størri ógagns enn til gagns. Tað skal tí útinnast valaverk, áðrenn livikorini í Afrika eru á hædd við livikorini í Evropa og USA. Londunum tørvar vællærdar embætismenn, teimum trýtur góðar skúlar og góð sjúkrahús, yrkislærdar arbeiðsmenn og virkisleiðarar, ídnaðarvirki tróta og meira fjølbroyttur vinnuvegur og fjølbroyttur matur. Í 1945 stovnaðu flestu ríki í heiminum felagsskapin Sameindu Tjóðir. Hesin felagsskapur hevur til endamáls at fáa frið í heiminum. Hann virkar eisini fyri at fáa burtur atvoldirnar til bardaga og ófrið. Vánalig livikor, fákunna, fátækt, o.s.fr., sum valda í stórum parti av Afrika, eru orsøk til misnøgd og støðugan ófrið. Heimsparturin Afrika eigur nógv ráevni í jørðini, sum t.d. kopar, salt, gull, diamantar, og gimsteinar. Fólkið. Í Afrika búgva stívliga 800 milliónir fólk - áttandaparturin av fólkinum í heiminum. Fjølbygdast er við norður- og vesturstrondina, helst í fruktgóðu áardølunum við Nilá, Nigerá, Kongoá og Senegalá. Fólkið fjølgast skjótt í Afrika, tí at mong børn verða fødd í flestum londum. Húskini eru stór, og helvtin av fólkinum er yngri enn 15 ár. Flestir afrikanarar búgva á bygd, men her, sum aðrastaðni í heiminum, leitar nógv fólk sær til býirnar. Mong flyta av bygd undan fátækradømi og vinnuloysi, onnur rýma undan borgarakríggi, turki og hungursneyð. Landafrøði. a> er størsta oyggin í Afrika. Afrika er heldur minni enn Ásia, men tríggjar ferðir so stór sum Evropa, tó er íbúgvatalið í Afrika ikki meir enn helmingur av tí, sum er í Evropa. Næststørsti heimspartur, Afrika, er ógvuliga fjølbroyttur. Norðantil er Sahara, størsta oyðimørk í heiminum. Mitt í Afrika, báðumegin Miðkring, er tropiskur regnskógur, og sunnantil eru víðir grasgrónir háslættar, ið so líðandi lækka út ímóti strondini. Stórar fjallarøðir eru eisini, til dømis Atlasfjøll fyri norðan og Ruwenzorifjøll á markinum ímillum Uganda og Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. Fjøll. Niðan frá næstan allari strondini í Afrika er nakað av láglendi, annars er landið alt mest bara háslættar við djúpum og nógvum dølum og einstøkum høgum fjallaryggjum. Mætastu fjallaryggirnir eru Atlasfjøllini fyri norðan, fjøllini í Etiopia og fjøllini í Syðra-Afrika. Hægsta fjall í Afrika er Kilimanjarofjall, eitt sloknað gosfjall í Tansania. Fyri eystan er Stóri Rivudalur: Har eru mong vøtn. Nakrar av longstu áum í heiminum eru eisini í Afrika, ímillum teirra eru Nilá, Nigerá, Kongoá og Zambeziá. Osiania. Heimskort. Osiania er merkt við grønum. Kyrrahavsoyggjarnar verða býttar sundur í tríggjar høvuðspartar: Mikronesia har norðuri, Melanesia har suðuri og Polynesia har eysturi. Hesir oyggjabólkar eru partar av einum uppaftur størri øki nevnt Oseania ella Osiania. Oseania stavar frá franska orðinum fyri hav Océanie. Fjúrtan sjálvstøðug lond eru har, teirra millum onkur av heimsins smæstu tjóðum: Nauru, Fiji og Tonga. Evropearar komu í Kyrrahav í 16. øld, og flestu oyggjarnar gjørdust evropeisk hjálond. Nógvar oyggjar eru enn undir til dømis Nýsælandi, Fraklandi og Bretlandi. Árinið úr Vesturheimurin er stórt: nútíðar verksmiðjur, námsvinna, ferðafólkavinna og fiskivinna. Veðurlagið og landslagið í Oseania er líka fjølbroytt sum økið sjálvt: til dømis í Norðuravstralia vaksa regnskógir, í Nýsælandi eru jøklar, og í mongu kyrrahavsoyggjunum eru pollar og gosfjøll. Landafrøði. Á korti og á globusi eru tær mongu sólsveiptu oyggjarnar í Kyrrahavi sum smá sandkorn, spjadd um alt tað stóra havið. Kyrrahavið er heimsins størsta hav. Tað er stívur triðingurin av allari jørðini og hálvaaðru ferðir størri enn øll heimsins lond tilsamans. Umleið 30 000 Kyrrahavsoyggjar eru, men fólk búgva bara á nøkrum fáum túsund oyggjum. Oyggjar eru um alt Kyrrahav frá Suðuramerika vestur ímóti Landsynningsásia og Avstralia. Hesar ovurnógvu oyggjar eru um stóran part í Kyrrahavi suður úr Landsynningsásia. Avstralásia er Avstralia, Nýsæland, Papua Ný Guinea og ørgrynni av oyggjum tætt við. Avstralia er einasta land, sum er stórt meginland og heimspartur, tann minsti av teimum sjey heimspørtum. Nógvar Kyrrahavsoyggjar eru ógvuliga smáar. Tær eru fjallatindar á havbotninum. Koralriv verja oyggjarnar fyri havalduni. Kendastu oyggjaflokkarnir eru Tongaoyggjar, Mariannuoyggjar, Sámoaoyggjar, Fijioyggjar og Hawaiioyggjar. Bretland, Avstralia, Frakland og USA hava havt oyggjarnar sum hjálond. Nú eru Fijioyggjar, Sámoaoyggjar og Tongaoyggjar fræls ríki, meðan Hawaiioyggjar eru eitt av veldunum í USA. Jarðfrøði. Á korti og á globusi eru tær mongu sólsveiptu oyggjarnar í Kyrrahavi sum smá sandkorn, spjadd um alt tað stóra havið. Kyrrahavsoyggjarnar eru av ymsum uppruna og skapi. Summar eru høgar og fjallbygdar, komnar upp úr stórum gosfjøllum á havbotninum; upp til 4000 m kunnu tær vera. Summar eru lágar koraloyggjar, gjørdar av koraldjórum. Koraldjórið er mest sum av berum kálki. Tað livir í rennandi heitum sjógvi, sum skal vera minst 20 °C, og á grunnum vatni, sum skal vera hægst 50 m djúpt. Koraldjórini byggja í meingi uttan um oyggjar og á grunnum. Tey ungu vaksa upp úr teimum gomlu, og rivið hækkast. Frálíka vakurt er at síggja koraldýrini, tá ið fjarar av teimum; tey líkjast trøum, sum glógvaí bláum, reyðum, korkalittum og grønum litum. Stundum sigur havbotnurin brádliga niður um 50 m dýpi, tá doyggja tey dýrini, sum eru niðan fyri 50 m; men mest sigur hann meira líðandi, so at tey ungu dýrini fáa stundir at vaksa upp úr teimum gomlu, tá verður grynnan livandi og dýpið tað sama. Viðhvørt hækkast havbotnurin undir rivinum, so at tað rísur úr kavi. Summar koraloyggjar eru heilar, meðan summar eru ringbygdar við pollum í miðjuni og grynnum ímillum ringarnar. Onkustaðni á ringunum er lið ella sund, sum bátar kunnu sleppa ígjøgnum. Men ringt er at koma at landi, tí ofta er avvelt í brimi. Oyggjabúgvarnir eru frálíkir sjómenn. Bátarnir, teir brúka, eru grunnir stokkabátar. Stokkabátarnir eru góðir at leggja inn í brimið við, tí teir koppa ikki so lættliga, um teir koma undir eitt óløgi. Tá ið koraloyggin er komin upp úr havinum, er tað ikki leingi, fyrr enn hon er búgvin at bera frukt. Fuglar setast á hana og taða hana, fræ og gras rekst upp á land og festir røtur. Og í tí lýggja grøðiliga veðurlagi, sum har er, er hon skjótt avvaksin við kokuspálmum og alskyns fruktum. Oyggjabúgvarnir. Holabáturin við studningsfjalum er gjørdur úr viðarbuli. Studningsfjølin ger bátin sjógóðan. Fyrsta fólkið. Fyrstu niðursetufólkini komu úr Landsynningsásia til Ný Guinea. Haðani spjaddust tey so við og við til hinar oyggjarnar. Tey sigldu í sjógóðum træbátum. Bara 1000 ár eru síðan fyrstu búseting á t.d. Nýsælandi og Hawaiioyggjum. Upprunafólkið er runnið av trimum ættargreinum, blámennaættini úr Afrika, indo-evropaættini úr India og Indonesia og mongolaættini úr Eysturásia. Nakað væl fyri Kristi føðing vóru stórar fólkaflytingar í syðra parti av Ásia. Tá fóru stórar fjøldir av blámonnum heiman úr Afrika við smábátum eystur í hav. Bátarnir vóru smidliga bygdir við sjóstokkum út frá síðunum, so at teir skuldu ikki koppa. Menninir búsettust eina tíð í Indonesia. Haðani fóru teir longur eystur og komu til Ný Guinea og oyggjarnar eystan fyri hana. Har búsettust teir av øllum. Upprunamentan. a>nni. Summar eru um 20 m høgar. Tá ið evropararnir um ár 1500 fyrstu ferð settu fótin á land í Kyrrahavsoyggjunum, vóru tær allar bygdar. Oyggjabúgvarnir dyrkaðu jørðina og róðu út. Teir høvdu eisini hundar, svín og høsn. Jarn kendu teir ikki, men á summum av kyrrahavsoyggjunum vóru risastórar pyramidur, steinmyndir og tempul. Teir høvdu einki skriftmál. Tað tropiska havveðurlagið gjørdi, at teimum nýttist ikki klæðir, brúktu bara eitt skúrt, sum teir nevndu tapa. Tapa gera teir úr børkinum á pappír-morberjatrænum. Konufólkið bukar tann avskrædda børkin við einum serligum lurki, inntil bara trevlarnir eru eftir. Tapaskúrtið lita teir brúnt og nýta tað enn sum veitslubúna. Tann nakna kroppin tatoveraðu teir, prikaðu sjáldsom mynstur ella myndir inn í húðina. Teir vóru góðir træskurðarmenn og bátarsmiðir. Teir trúðu á forfedrarnar, helst gamlar høvdingar, og varðveittu væl minni teirra. Sum tíðin leið, løgdu ymisk long oyggjarnar undir seg. Trúboðarar kristnaðu eisini fólkið. Japanesarar, kinesarar, indarar og evroparar búsettust á summum av oyggjunum og runnu saman við upprunafólkið. Fólkasløg. Ný Guinea og oyggjarnar eystan fyri hana eita undir einum Melanesia. Fólkið, sum býr í teimum, eitur melanesar. Melanesar eru sera átøkir skyldmonnum sínum í Afrika, hóast teir hava verið í útlegd í túsundtals ár og eru ímeðan runnir saman við nógvum øðrum fólkasløgum. Eystan fyri Filipsoyggjar er ein annar oyggjarflokkur, sum eitur Mikronesia. Fólkið í Mikronesia, sum vit kalla mikronesar, er runnið av mongolskari og evropeiskari ætt og er komið úr Eysturásia. Tær mongu smáu oyggjarnar og oyggjalondini sum eru í øllum Kyrrahavinum frá Avstralia og eystur ímóti Amerika, kallast undir einum Polynesia. Fólkið, sum býr í Polynesia, eitur polynesar. Polynesar eru upprunaliga komnir úr Suðurásia og Indonesia, haðani teir við bátum hava siglt víða um í øllum Kyrrahavinum og tikið búgv í oyggjunum; sólarrisvíkingarnir vóru teir kallaðir. Kon-Tiki. Summir menn halda, at oyggjarnar kunnu eisini vera bygdar av fólki úr Suðuramerika. Í Perú er mannasøgn, at maður, sum æt Kon Tiki, fór um ár 500 haðani vestur í Kyrrahavið. Hann kom til nakrar oyggjar, sum hann nam og búsettist á. Fróðir menn siga, at henda søgnin má vera skeiv, tí fólkið, sum búði undan inkunum í Andesfjøllunum, dugdi ikki at byggja bátar, men hevði flakar í staðin. Tá var tað, at norðmaðurin Thor Heyerdahl (1914-2002) setti sær fyri at prógva, at søgnin kundi vera sonn. Hann gjørdi sær flaka av balsaviði, líkan teimum flakum, sum indiánararnir nýttu. Flakan kallaði hann Kon-Tiki. 28. apríl í 1947 legði hann út av Perú sjálvur sætti vestur í hav. 7. august sama ár var hann komin 8000 km. vestur úr Suðuramerika. Tá strandaði hann á Raroia rivinum og slapp upp á Taumotuoyggjar. Thor Heyerdahl hevur soleiðis prógvað, at tað kann bera til at koma á flakum úr Suðuramerika í Kyrrahavsoyggjarnar. Landbúnaður. Har vaksa pálmar - bæði sagopálmar og kokuspálmar - breyðfrukt - bananir, tarro, sum líkist nakað aftur í epli, og yams. Har eru eisini stórir garðar við sukurrørum og gummitrøum. Kokuspálmin hevur alla tíðir verið aðalfruktin á oyggjunum, tí hann veksur bæði í mold og kálki, og sjóroki ger honum einki. Kokuspálmin veksur skjótt og kann verða 30 m. høgur. Fruktirnar, sum eita kokusnøtir, vaksa uppi í trøunum. Inni í nøtunum er kjarni, sum eitur kopra, tá ið hann er turkaður. Uttan um kjarnan er kokusmjólkin, sum er sera føðgandi og verður havd til drekka. Úr kopruni persa teir kokusolju, sum er góð til mat ella at lata á lapuna. Meginparturin av kopruni verður seldur til ídnaðarlondini, har kokusoljan verður gjørd til t.d. margarin, palmin ella sápu, meðan kokusmjólkið verður havt til sjokulátu ella í húsarhaldinum. Uttan á kokusnøtunum er skal, sum kann trevjast og gerast til tog, teppir og máttur. Nøtin sjálv er góð til bollar, skálir og aðrar búnyttir. Pálmaviður er góður til bátar og hús, og røturnar at flætta til kurvar. Tey longu pálmabløðini eru góð at tekja við, og tey ungu smakka væl, tey eita pálmakál. Úr blómuni fáa teir sukursøta sevja, sum teir gera til vín og kalla "arrak". Turkað kokusnøt spillist seint og er tí góð útflutningsvøra, meðan bananirnar spilast skjótt; tær hava teir sjálvir til matna. Tað hendir stundum, at herviligt ódnarveður tekur seg upp. Stormarnir kunnu vera so frekir, at teir skræða pálmarnar upp við rót, taka hús av grund og reisa so stóra aldu, at hon leggur oman yvir ein stóran part av oyggjunum. Á fjarløgdum oyggjum búleikast fólk næstan sum forfedrarnir. Húsini eru strátakt ella takt við pálmabløðum. Fólk hava høsn og svín og velta fruktir og grønmeti. Tey nýta enn holabát við studningsfjøll til fiskiskap og flutnings. Kokos er týdningarmesta grøðin. Landalisti. Politiskt kort. Kring um í hesum veldiga havi er ein mongd av stórum og smáum oyggjum og oyggjalondum. Kalmarsamveldið. Kalmarsamveldið "(Danskt/Norskt/Svenskt: Kalmarunionen)" Tann hendingin, sum fór fram í svenska býnum Kalmar um miðjan juni 1397, hevði drúgvar fyritreytir í norðurlendskari søgu og norðurlendskum politikki – í øllum trimum ríkjunum. Tá ið Hákun 6. Magnusson av Noregi í 1355 gjørdist myndugur, var Noregs ríki ikki tað, tað einaferð hevði verið. Svenskir aðalsmenn, ofta giftir inn í norskar stórættir, og danskir kirkjumenn mannaðu nú ríkisráðið. Noreg og Svøríki komu aftur undir sama kong, beint ímóti einum sáttmála frá 1343. Svenskir stórmenn settu Eirik Magnusson frá sum kong, og í 1362 varð Hákun 6. av Noregi valdur til kong av Svøríki eisini. Tey politisku viðurskiftini í Svøríki vóru ógvuliga ótrygg. Saman við teimum týsku hansastøðunum høvdu sviar verið í kríggi móti danska konginum Valdemar Atterdag, men fóru so knappliga í part við danakongi móti týskarunum. Kalmar-fundurin hevði eisini eina persónliga bakgrund. Ein partur av friðinum millum Valdemar kong og teir svensku stórmenninar var, at Valdemar í 1363 læt 10 ára gomlu dóttur sína Margretu giftast við Hákuni 6., sum var 23 ára gamal. Við hesum politiska hjúnalag vónaði Valdemar kongur at fáa í lag eina samgongu móti týskarunum, sum, tá ið hann tók við sum kongur, áttu tað mesta av Danmark sum veð. Men stutt eftir var Hákun 6. settur frá sum kongur í Svøríki, og ein týskur maður, Albrecht av Mecklenburg, varð tikin til kong. Hákun 6. átti ein son í hjúnalagnum við Margretu Valdimarsdóttur. Hann æt Ólavur Hákunarson. Í 1376 bar Margreta so í bandi, at hann arvaði Danmarkar ríki eftir abba sín Valdemar, sum var deyður árið fyri. Tá ið faðir hansara Hákun 6. doyði í Oslo í 1380, 40 ára gamal, arvaði hin 10 ára gamli junkarin Ólavur Noregs ríki aftur-at – við øllum skattlondunum fyri vestan: Orknoyum, Hetlandi, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Móðir hansara sat einkja 27 ára gomul. Men Ólavur Hákunarson doyði longu í 1387, 17 ára gamal. Eftir arvareglunum skuldi tá sonur Albrecht av Mecklenburg og sonur eldru systur Margretu havt arvað krúnuna. Harvið hevði valdstøða Margretu verið burtur. Men hon stóð nú so sterk, at bæði verðsligir og kirkjuligir harrar, fyrst í Danmark og síðan í Noregi, valdu hana til «frue og husbonde og hele rigets fuldmægtige formynder». Til arving eftir seg, sum í grundini ikki var drotning uttan tað, at hon hevði verið gift við einum norskum kongi, setti hon systursonin Eirik av Pommern, sum eftir fornum siði varð tikin til kong á Oyrartingi í Noregi í 1389. Tvey ár seinni fekk Margreta Svøríki afturat, tá ið sviar settu Albrecht frá og buðu henni valdið. Veturin 1395-1396 varð Eirikur valdur til kong á teimum donsku landstingunum, og sama summarið tóku sviar hann til kong á stórmannafundi í Uppsala. Eirikur av Pommern ráddi tá yvir trimum ríkjum. Tá ið Eirikur varð myndugur í 1397, stevndi Margreta umboðsmonnum fyri ríkisráðini í øllum trimum ríkjunum til fundar í svenska býnum Kalmar til krýningarhátíðarhald. Í tí sambandi varð hitt sonevnda Kalmarsamveldið til. Tey trý norðurlendsku ríkini skuldu hava felags kong. Eitt pergamentsbræv váttar hesa avgerð. Brævið ber innsiglini hjá 67 norðurlendskum aðalsmonnum. Frá hesum fundi er eisini eitt annað skjal, tað sonevnda samveldisbrævið, skrivað á pappír og við bara 10 stórmannainnsiglum, sum ikki hanga undir skjalinum, sum diplomatariskur siður var, men eru trýst inn á pappírið. Hetta er fyrsta almenna skjal í Norðurlondum, sum er skrivað á pappír. Eftir innihaldinum at døma er tað ein stevnuskrá fyri eitt samveldi: ríkini skuldu hava felags kong, felags uttanríkispolitikk og halda frið sínámillum, men annars stýrast eftir egnum lógum. Millum søgumenn hevur verið nógv kjak um hetta skjal; men í dag verður yvirhøvur hildið, at talan er um eitt frumrit (og tí er tað skrivað á pappír) til ein samveldissáttmála, soleiðis sum umboðsmennininir fyri ríkisráðini vildu hava hann, og sum gav teimum tað veruliga valdið í ríkjunum, hóast tey høvdu kong í felag, meðan Margreta vildi hava sterkt kongsvald. Men tá ið hon ikki fekk trýst hesa ætlan ígjøgnum, eru hesar samráðingar helst endaðar. Men alla samveldistíðina hómast ein spenningur millum hesar báðar politisku uppfatanir og hesi bæði áhugamál: aðalsvald ella sterkt kongsvald. Meðan Noreg við Vesturhavsoyggjunum var saman við Danmark til 1814, fór Svøríki longu í 1446 úr samveldinum, og danskar royndir at fáa sviar uppí aftur, t.d. hjá Kristiani 2. árini 1520-1523, miseydnaðust. Tær einastu slintrurnar, sum eftir eru av hesum stórt ætlaða samveldi, eru Føroyar og Grønland. Eftir sita bara teir, sum ikki vóru hjá. Olaf Finsen. Olaf Finsen (3. februar 1859 í Tórshavn - 15. september 1937 í Keypmannahavn) var apotekari í Føroyum og borgarstjóri í Havn. Hann var sonur Hannes Finsen, amtmann og bróður Niels Ryberg Finsen. Olaf Finsen var borgarstjóri í Tórshavnar kommunu 1904-1909. 14. september (tíðindablað). 14. september var eitt føroyskt tíðindablað, sum var floksblaðið hjá Tjóðveldisflokkinum. Tingakrossur. Tingakrossur var eitt føroyskt tíðindablað, ið kom út fyrstu ferð 1. januar 1901. Blaðið varð skrivað á donskum, men var málgagn tjóðskaparrørslunar og seinni Sjálvstýrisfloksins. Christen Holm Isaksen. Christen Holm Isaksen (24. mai 1877 í Tórshavn, 17. mai 1935) var málari og bróður Petur Alberg. Vanliga varð hann millum manna kallaður Kristin í Geil eftir heimahúsum sínum. Útbúgvin fotografur í Keypmannahavn; hann hevur helst lært at mála hjá Niels Kruse málara á Eiði. Tá Tingakrossur varð stovnaður í 1901, varð hin tá 23 ára gamli Kristin í Geil kosin til blaðstjóra, og hetta starv røkti hann, tá sæð verður burtur frá einum ári, uttan slit, til hann fyrst í tríatiárunum legði frá sær vegna sjúku. Øll samtíðarfólk bera samsint Kristini í Geil tað eftirmælið, at dugnaligari blaðmann hava oyggjarnar ikki átt og tjóðskaparsinnað fólk og tey minni mentu í samfelagnum ikki betri stavnamann enn hann. Fyri honum var tjóðskaparrørsla ikki nóg mikið, hon átti at vera sosialistisk. Kristin í Geil var fyrst og fremst blaðmaður, men hann royndi seg eisini sum bókmentamaður. Hann yrkti sjálvur og týddi yrkingar, m.a. fyrsta sosialist-songin "Brátt lýsir í eystri", men størsta týdningin man hann hava havt innan føroyskt sjónleikarlív, har hann var oddamaður bæði sum fyrireikari og leikari alt frá miðskeiðis í 1890-árunum, til hann vegna heilsubrek gav frá sær. Hann týddi fleiri leikir til føroyskt og skrivaði sjálvur hin vælumtókta sjónleikin "Ófriðarligar tíðir" (1908), sum snýr seg um vitjan enska Brillumansins í Havn í 1808 og óræddu framferð Nólsoyar Páls í hesum døgum. Isaksen, Christen Holm Isaksen, Christen Holm Niels Andreas Kruse. Niels Andreas Kruse (12. august 1871 á Eiði - 16. juni 1953) var málari. Hann var abbi listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen á Eiði. Kruse, Niels Andreas Fuglaframi. Fuglaframi er ein avís, sum kom út í Føroyum frá 12. apríl 1898 til 8. juli 1902. Blaðstjóri var Sverre Patursson. Ávísingar úteftir. - Føroysk, íslendsk og grønlendsk talgild tíðarrit og bløð. Føringatíðindi. Føringatíðindi var fyrsta tíðindablað, sum kom út á føroyskum í Føroyum. Blaðið kom út frá januar 1890 til desember 1901, og aftur frá januar til 28. februar februar 1906. Blaðið var málgagn hjá Føringafelagnum, og var tað fyrsta tíðindablaðið ið varð skrivað á føroyskum. Rasmus Effersøe var blaðstjóri longst, hann var ein av teimum førandi í føroyska sjálvstýrisstríðnum og sendi saman við øðrum innbjóðing til jólafundin í 1988. Redaktør i den korte perioden i 1906, Andrias Christian Evensen, ið var blaðstjóri eitt stutt skifti í 1906 var millum tey fyrstu ið arbeiddu fyri at gera føroyskt til undirvísingar- og kirkjumál. Dúgvan (tíðindablað). Dúgvan var tíðindablað, sum kom út í Føroyum frá januar 1894 til 1928 og frá 1941 til 1942. Føroyskir tíðindamiðlar. 1 Var ikki virkið árini 1929-1940. 2 Var ikki virkið árini 1955-1959. Keldur. * Kringvarp Føroya. Kringvarp Føroya er almenni loftmiðlastovnurin í Føroyum. Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vórðu løgd saman í ein stovn 1. januar 2005, eftir avgerð frá landsstýrismanninum í Mentamálum, Jógvan á Lakjuni. Stjórin í Kringvarpi Føroya er Ivan Hentze Niclasen. Public service sáttmálin. Stovnurin Kringvarp Føroya hevur nakrar skyldur og uppgávur, sum er neyvt orðaðar í einum Public service sáttmála. Hetta er ein sáttmáli, har partarnir eru Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið. Harímillum eru nakrar lógarásettar skyldur. Kringvarpslógin § 10.. "Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. Stk. 2. Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendingum. Kringvarp Føroya hevur skyldu at tryggja starvsfólkunum holla málsliga ráðgeving. Stk. 3. Kringvarp Føroya skal ansa eftir, at sendingar ikki kunnu skaða likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum undir lógaldri, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum harðligum innihaldi. Stk. 4. Sendingarnar skulu ikki á nakran hátt elva til mannminkan, harðskap ella hatur orsakað av húðaliti, kyni, átrúnaði ella tjóðskapi. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at í sendivirkseminum skal serligt fyrilit vísast børnum og ungum. Stk. 6. Virksemið hjá Kringvarpi Føroya kann eisini fevna um at endurvarpa útlendskar public service-sjónvarpsrásir." Uppgávur. Kringvarp Føroya skal við jøvnum millumbilum skapa kjak, har borgarin luttekur. Føroyskt mál skal nýtast til tilfar. Útlendskt tilfar skal týðast til føroyskt. Framleidda tilfarið skal vera tøkt á alnetinum. Lutfalsligt stórur partur av framleiðsluni skal vera keyptur frá uttanhýsis keldum, hetta fyri at gagnýta marknaðin, eisini so at fríyrkisfólk kunnu bjóða sínar tænastur. Kringvarpið skal vera ein partur av tilbúgvingarskipanum. Dygd og førleikamenning innanfyri journalistik skal vera í hásætið fyri at geva Kringvarpinum størst møguligt trúvirði. Tíðindaflutningurin skal vera óheftur, og útvarpsmiðilin og sjónvarpsmiðilin skulu hava hvør sína egnu redaktión. Føroyskan mentan skal skjalprógvast í tilfarinum hjá Kringvarpinum. Átrúnaður skal miðlast við gudstænastum og møtum. Føroyskt ítróttartilfar skal framleiðast. Barna- og undómstilfar skal framleiðast. Kringvarp Føroya skal sum mentanarstovnur miðla tónleik og skapa áhuga fyri og eggja til, at framleiddur verður føroyskur tónleikur. Undirvísingar- og upplýsingartilfar skal sendast og endurvarpast. Tilfar skal gerast atkomuligt fyri deyv og hoyrveik. Ljós skal varpast á tað, sum hendir í øllum Føroyum. Ingálvur av Reyni. "Reyt regn" frá 1980, 66x50 cm, Listasavn Føroya. Ingálvur av Reyni (18. desember 1920 - 26. november 2005) var ein føroyskur listamaður og sangari. Hann sang eitt nú í Dupultkvartettini í Ebenezer. Mest kendur er hann tó sum listamálari. Ingálvur av Reyni var føddur 1920 í Tórshavn og hevur í síni ekspressionismu gjørt uppreistur ímóti tí episka innihaldinum í listini, sum føroysku undangongumenn hansara stóðu fyri, og hevur leitt myndlistina inn á nýggjar leiðir. Ein greiður koloristiskur franskur dámur ræður í hansara list - røtur aftur til Cézanne og Matisse. Tann føroyska náttúran er aðalevnið, men uppfatað á ein annan hátt, sum heild og felagsnevnari fyri vond, klangi, brotum av einum kosmos. Lutirnir í náttúruni savnast í greiðar formar, vøtnini skiljast og myndagerðin snýr seg um at temja formar og rørslur, ljós, litir og rýtmu. Náttúrumyndin gevur hugskot til alsamt meira abstraherandi málingarlag. Í ljósfyltum og litføgrum landsløgum, innihvørvum og figurmyndum frá 1940-50-árunum er einfaldingin við teimum greiðu formunum eyðkend. Linjurnar og formarnir úr náttúruni ganga inn í ella geva seg undir ta strongu komposisjónina, frítt frá øllum óviðkomandi lutum, og listaverkið verður ein mynd av øðrum innari og ytri veruleika. Støðugt sterkari mótsetningslitir verða settir hvør upp ímóti øðrum, til hetta í endanum á 1950-árunum kemur í hæddina við ógvisligum komplementerlita mótspæli. Tann stóra broytingin hjá Ingálvi kom við serframsýning hansara í gamla kommunuskúlanum í Havn í 1961. Her sóu føroyingar á fyrsta sinni eina beinleiðis "abstrakta" fatan av náttúruni. Myndirnar høvdu heiti sum "Kurpali" og "Sjón í fuglaeyga". Hendan framsýning týddi ikki, at tann nonfigurativa listin nú var komin fyri at vera - Ingálvur av Reyni kom í 1960-árunum og nakað inn í 1970-árini alsamt at mála landsløg sum ongantíð áður, umenn meira abstraherað, serstakliga myndaevnið bygdina við havið. Litalagið skiftir frá sterkum logandi litum yvir ein skæran gráligan, men alt annað enn turran tónastiga til tað djúpa svarta registrið. Ein røð av verkum frá 1970-árunum eru abstraksjónir yvir figurbólkar og bera heiti sum "Genta" og "Menniskju við havið" - millum annað ein triptykon frá 1979 (Listasavn Føroya). Í 1980-90-árunum hevur Ingálvur av Reyni yvirhøvur verið "abstraktur" málari, um hetta hugtakið kann brúkast um nonfigurativa list, ið byggir á náttúrunar egnu formar, vond og klangir. Í hansara fýrisliga málaðu, stóru og avgjørdu komposisjónum brýtur listaverkið sær leið innanífrá. Heitir jarðlitir glógva frá teimum djúpastu løgunum, sjóða, tá ið teir koma í samband við kaldar gráar litflatar og festa í aðrar. Dramað er stríðið ímillum litirnar ella litbrigdini og tær hugbráðu rørslurnar hjá pensilsstrokunum. Rýtman verður stundum enn meira undirstrikað av skøvum frá pensilsskaftinum í ta tjúkku fernisskínandi litflánna. Hetta er konkret málningalist. Ingálvur av Reyni var tikin úr leikum sum teknari. Býurin við húsunum um havnina, - skipini og bátarnir og tey menniskju, ið ferðast um tún og stræti - serliga tey gomlu havnarfólkini - eru avhildin myndevni. Andlitsdrøg verða fangað í knøppum tryggum strikum. Á mongu ferðum sínum til listarinnar klassisku evropeisku miðdeplar hevur hann teknað ein martýriligan hóp av fólkum og bólkum úr mannamúgvum, innihvørvi og gøtumyndir. Tekningarnar vísa ein artistiskan ans fyri neyvt at lýsa eyðkenni. Men hóast tekningarnar sostatt eru meira figurativar og frásøgukendar enn málningarnir, er myndaevnið undirgivið strikunnar egna lív og neyva skilmarkaða form. Í mongum førum hevur hann eisini gjørt nonfigurativar tekningar. Slóðir úteftir. Reyni, Ingálvur av Bóltfelagið 1936. Bóltfelagið 1936 ella B36 er eitt fótbóltsfelag í Havn, sum varð stovnað 28. mars 1936. Felagið er eitt hitt størsta fótbóltsfelagið í Føroyum við umleið 500 limum. HB var leingi einasta fótbóltsliðið í Havnini, men at tørvur hevur verið á einum liði aftrat, er eyðsæð, tá ið vit hyggja eftir søguni hjá B36. B36 var leingi "lítlibeiggi" í fótbóltinum í høvuðsstaðnum (og ikki minst í medvitinum hjá HB-viðhaldsfólki), og tey mongu ár, sum gingu frá føroyameistaraheitinum í 1962, til tað aftur bragdaði í 1997, vóru mangan spottandi tikin til fagnaðarsangin hjá B36 við niðurlagnum "Í ár verða vit føroyameistarar!" við teirri heldur argandi umskrivingini "nær verða teir føroyameistarar?" Síðan VB vann føroyameistaraheitið í 2000, hava Havnarliðini bæði - HB og B36 - nærum verið einaráðandi á ovastu rók og hava býtt meistaraheitini millum sín. HB hevur vunnið 6 og B36 trý, NSÍ og Streymur hava eisini vunnið hvør sítt meistaraheitið tíðarseskeiði 2001-2011. Í 2014 vann B36 FM í mansfótbólti fyri 10. ferð og árið eftir endurvunnu teir føroyameistaraheitið. Tað er fyrstu ferð, at felagið hevur vunnið FM tvey ár á rað. Strandfaraskip Landsins. F varð bygt í 1980. Ternan siglir hvønn dag millum Havnina og Nólsoy. Fyrr hevur Ternan siglt millum Gomlurætt og Skopun og um Vestmannasund. Strandfaraskip Landsins (eisini nevnt Strandferðslan) stendur fyri landsdekkandi flutningskervinum í Føroyum. Strandferðslan er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Tey fyrstu nógvu árini hevði stovnurin (umsitingin) bústað í Havn, men í 2007 avgjørdi táverandi landstýrismaðurin sum varðaði av stovninum, Jacob Vestergaard, at flyta stovnin til Suðuroyar. Strandferðslan flutti inn í fyrrverandi smiðjuna á Tvøroyri, sum var blivin umvæld til endamálið, 14. januar 2008. Tað var stór ónøgd norðanfjørðs um flytingina, serliga hjá strarvsfólkunum, sum ikki sóu seg før fyri at flyta suður við. Ónøgdin stóðst eisini av mátanum, ið starvsfólkini fingu kunningina um hesa stóru avgerð, tí hana náddu tey ikki at fáa frá leiðsluni men hoyrdu tað frá fjølmiðlunum. Í Suðuroynni fegnaðust fólk hinvegin um at fáa fleiri arbeiðspláss til oynna. Tá avtornaði flutti bara táverandi stjórin, Regin Vágadal, við suður, eitt av starvsfólkunum í umsitingini heilt tó fram í sínum starvi, men røkti tað úr høvuðsstaðnum. Áðrenn stovnurin flutti suður fingu starvsfólkini hoyringsskriv um ætlaðu flytingina og fingu í boði at flyta við suður ella at verða søgd úr starvi. So við og við vóru nýggj fólk sett í starv í staðin fyri tey sum vóru í størvum har fyrr. Nøkur fingu starv har, meðan stovnurin enn var í Havn, nakrir mánaðir áðrenn umsitingin flutti suður, meðan onnur byrjaðu í starvinum eftir at stovnurin var fluttur suður. Virksemi. Eftir at Farmaleiðir bleiv einskilt, tóku privatar fyritøkur yvir har ið tað loysti seg. Har ið tað ikki loysti seg, eru tað ferðamannaskipini hjá Strandferðsluni ið røkja uppgávuna. Strandferðslan flytir sostatt farm millum oyggjarnar, har tað ikki er landfast. Av og á er tað orsøk til at t.d. ein stór ferja sum Smyril, ið annars tekur 200 bilar ikki fær pláss fyri so nógvum bilum, og ávísar dagar kemur tað fyri, at bilar standa eftir á kaiini. Hetta kemur eisini fyri á Sandoyarleiðini, men har er trupulleikin ikki bert farmur men eisini at tørvurin á at flyta vanligar persónbilar er størri enn skipið rúmar, serliga tá fólk eru á veg til arbeiðis ella frá arbeiði og tá t.d. jarðarferðir eru. Skip. Strandferðslan eigur ferðamannaskip, sum røkta sjóvegis farleiðirnar til oyggjar, sum ikki hava fast samband við meginlandið. Tó eru oyggar sum bert hava loftvegis samband, tað eru Koltur og Stóra Dímun. Mykinesleiðin verður ikki røkt av skipi, ið Strandferðslan eigur. Strandferðslan bjóðar Mykinesleiðina út til privatar at røkja annað til triðja hvørt ár. Í 2012 eru tað bátarnir M/B Silja Star og M/B Froyur, sum røkja farleiðina, men bert um summarið frá 1. mai til 31. august og møguliga eisini í heystfrítíðini, um viðrar. Bussrutur. Ein av bussunum hjá Bygdaleiðum. Strandferðslan ger sáttmála við privatar busseigarar um at røkjta tær ymisku leiðirnar. Mongdarlæra. Mongdarlæra er tann støddfrøðiliga ástøðin um mongdir, sum umboðar mongdir av óítøkiligum lutum. Hon hevur eina miðstøðu í nútíðarstøddfrøðiligum ástøði, av tí at hon gevur tað grundleggjandi mál, sum øll støddfrøði kann orðberast í. Mongdarlæran mentist serliga í tíðarskeiðnum, 1880-1920. Georg Cantor lýsti tey fyrstu hugtøkini, Bertrand Russell og David Hilbert veittu munandi hjálp til at gera tað til eitt samsvarandi ástøði. Mongdarhugtakið fekk greiða merking frá Zermelo-Fraenkels grundreglunum. Teljitøl kunna setast upp sum mongdir við tað, at 0 svarar til ta tómu mongdina, formula_1, 1 til mongdina, sum inniheldur ta tómu mongdina o.s.fr. Sverre Magnus prinsur av Noregi. Sverre Magnus av Noreg er føddur tann 3. desember 2005 í Oslo. Hann er annað barn hjá Haakon krúnprinsi og Mette Marit krúnprinsessu. Sverre Magnus er hin triði í arvafylgjuni til norsku krúnuna aftan á pápan og systrina, Ingrid Alexandru. Jacob Johansen. Jacob Johansen (1860-1900) var blaðstjórð á Dimmalætting frá 1889 til 1892. Hann fekk dóttrina Andreu Árting (1891–1988) uttanfyri hjúnalag við Súsannu Rasmussen (1873–1940). Søren Emil Müller. Søren Emil Müller (13. juni 1856 í Havn - 17. oktober 1922) sýslumaður, keypmaður, fulltrúi hjá amtmanninum, seinni fútanum, reiðari og jarðarbrúkari. Hann bygdi eitt pakkhís í Tórshavn í 1890-árunum, pakkhúsið verður nevnt Müllers Pakkhús, og virkaði sum keypmaður og seinni sum reiðari. Hann var eisini blaðstjóri á "Dimmalætting" 1900–1901, sýslumaður, og starvaðist sum fultrúi hjá amtmanninum og fútanum. Müller var kommunustýrislimur í Tórshavnar kommunu 1896–1908, 1909–1910 og 1913–1920, og var borgarstjóri 1913–1920. Hann var valdur inn í Løgtingið úr Norðurstreymoy 1891–1903, og úr Suðurstreymoy 1903–1908. Hann var harvið ein av teimum løgtingslimum ið stovnaði Sambandsflokkin í 1906. Hann var sonur Hans Christopher Müller. Poul Niclasen. Poul Niclasen (3. januar 1889 í Tórshavn - 3. august 1953 í Keypmannahavn) blaðstjóri og politikari (Sambandsflokkurin). Georg L. Samuelsen. Georg Lindenskov Samuelsen (8. januar 1910 í Tórshavn - 17. februar 1997) blaðstjóri og virkin í Havnar Sjónleikarfelag. Bara 26 ára gamal gjørdist hann í 1936 blaðstjóri á Dimmalætting, eitt starv hann røkti fram til 1. juli 1981. Frá 1945 var hann føroyskur tíðindamaður hjá Berlingske Tidende. Sjónleikur hevur havt hansara stóra áhuga, umframt at hava leikt við í fleiri leikum hevur hann týtt sjónleikir og útvarpsleikir. Á ungum árum gav hann út yrkingasavnið "Sól og sirm", 1930. Kelda. Samuelsen, Georg Lindenskov Samuelsen, Georg Lindenskov Lisbeth L. Petersen. Lisbeth Beate Lindenskov Petersen (28. februar 1939 í Havn) er fyrrverandi føroyskur politikkari fyri Sambandsflokkin. Hon hevur verið borgarstjóri, løgtingslimur, fólkatingslimur og formaður fyri Sambandsflokkin. Hon gjørdist riddari av Dannebrog í 1995. Yrkisleið og bakgrund. Hon er dóttir Georg L. Samuelsen, sum var blaðstjóri á Dimmalætting og harvið eisini abbadóttir Andrass Samuelsen, bróðurdóttir Trygva Samuelsen, og systir Beatu L. Samuelsen. Hon giftist Jákup Petersen í 1960, hann doyði í 2001. Hon tók realeksamiu í Havn í 1955, og examen artium á Bagsværd Kostskole og Gymnasium í Danmark í 1958. Lisbeth arbeiddi sum avloysari í ymiskum skrivstovustørvum m.a. á advokatskrivstovu í Havn 1960–1970, og var projektskrivari á ymiskum verkætlanum á Føroya Fornminnissavni 1980–1992. Harumframt var hon flokksskrivari Sambandsflokksins 1982–1987, og størsti einstakur partaeigari í "Dimmalætting" til 2010. Lisbeth var aktiv í kvinnupolitiskum arbeiði, hon var næstformaður í KSF - Kvinnufelagssamskipan Føroya 1982-86. Politiskt arbeiði. Lisbeth L. Petersen stillaði upp til val fyrstu ferð til býráðsvalið í Havn í 1984. Hon gjørdist fyrsta kvinna yvirhøvur, sum varð vald fyri Sambandsflokkin, og hon fekk í boðið borgarstjórasessin. Hon valdi tó heldur at gerast varaborgarstjóri og formaður í Sosialu nevnd. Hon fekk gott samband við borgararnar í Tórshavnar kommunu í hesum sessum. Eftir einum ávísum trýsti segði hon ja takk til at gerast fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu í 1992. Sambandsflokkurin setti met við atkvøðum til býráðsvalið í 1996, men fekk ikki nakran sentralan leiklut komandi valskeiðið, og Lisbeth varð tá ikki afturvald til borgarstjóra. Hon helt fram sum býráðslimur til ár 2000. Lisbeth L. Petersen varð vald inn á Føroya Løgting í Suðurstreymoyar valdømi 1990–2008. Eftir valsigurin hjá Sambandsflokkinum á løgtingsvalinum í 1994 fekk hon ein sentralan leiklut í ríkispolitikkinum. Hon var flokksformaður og formaður fyri tingbólkin í tíðarskeiðnum 2001–2004. Lisbeth var vald inn á danska Fólkatingið í 2001 - 2005 sum eitt av umboðum Føroya, hon varð vald fyri Sambandsflokkin. Á Fólkatingið gjørdist hon partur av fólkatingsbólkinum hjá Venstre. Harumframt hevur Lisbeth verið formaður í Útnorðurráðnum. Lisbeth L. Petersen kunngjørdi í 2007 at hon tók seg úr aktivum politikki og stillaði ikki uppaftur til Løgtingsvalið 2008. Slóðir úteftir. Petersen, Lisbeth Petersen, Lisbeth Sámal F. Samuelsen. Sámal F. Samuelsen róptur Sámal á Krákusteini politistur. Var við til at seta Jólafundin í 1888. Kambsdalur. Krógv og steinur í forgrundini. Bygdin í bakgrundini Mynd av Kambsdali, áðrenn fyrstu búsetingina. Myndin er tikin av Innara nevi, eitt stað millum 1964 - 1985. Kambsdalur er ein bygd í Eysturoynni, og hoyrir til Fuglafjarðar Kommunu. Kambsdalur liggur í Ytradali, við Fuglafjørð (fjørðin) og er niðursetubygd úr Fuglafirði (býnum). Fyrstu sethúsini í bygdini komu í 1985, sum ger Kambsdal til yngstu bygd í Føroyum. Kambsdalur hevur eina rúgvu av vinnuligum virksemi, við stórum fyritøkum og nógvum arbeiðsplássum, eftir føroyskum mátistokki. Eisini er barnagarður, fríðtíðarskúli og miðnámsskúli í bygdini. Nógvu arbeiðsplássini og nógvu miðnámsskúlanæmingarnir gera, at fólkið í bygdini er fleirfalda um morgunin, enn um kvøldið. Søga. Í gomlum døgum hevur fólk úr Fuglafirði havt nógv virksemi á Kambsdali. Her hava tey skorið torv, gingið til neyta og havt seyðahald. Tí síggjast nógvar kráir í dalinum, har onkur av hesum er friða av Føroya Fornminnissavni. Kambsdalur var í mong ár best kendur fyri Skótahúsið Kambur, sum virkaði sum leguhús hjá skótaliðum kring landið, har millum annað landspatrulukappingin stundum varð hildin. Seinnii varð skótahúsið regluliga leigað út, og virkaði sostatt sum eitt slag av vallaraheimi. Tann 1. juli 2008, tók skótavirksemið í húsinum ein enda, tá ið Fuglafjarðar Kommuna keypti skótahúsið frá KFUM skótunum í Føroyum, til at húsa tí kommunala fríðtíðarskúlatilboðnum í kommununi. Áðrenn fólk búsettust á Kambsdali, var eitt skótahús, eitt snikkaravirki og ein ítróttarhøll í dalinum. Skótahúsið er elsta hús í bygdini, og er bygt í 1964. Snikkaravirkið er frá 1974, og er sostætt næst elsti bygningur á dalinum. Ítróttarhøllin er er bygd í 1982, í kommunalum samstarvi millum táverandi Leirvíkar-, Gøtu- og Fuglafjarðar Kommunu. Í 1981 keypti Fuglafjarðar kommuna byggilendi frá Gjógvaráhaga á 310.000 fermetrar, og kostaði tað 3,56 milliónir, sum skuldi gjaldast yvir 10 ár. Í jólaódnini tann 21. desembur í 1988 varð Kambsdalur hart raktur av stormskaðum. Tá ið ódnin rakti, stóðu fleiri hús í bygdini í gerð, og fórust illa. Vísast kann til heimildarfilm hjá Kringvarp Føroya, har partur av skaðunum innganga sum innsløg. Í 2016 herjaði aftur ein ódn, sum rakti fleiri bygdir í landinum meint, og sum hevði við sær metnógvar skaðafráboðanir kring landið. Her vóru fleiri av teimum stóru skaðunum á Kambsdali, har tað mest minnisverda mundi verið stóri lagurbygningurin hjá KJ Hydraulik, sum bleiv blástur burtur í ódnini. Miðnámsskúli. Í januar 1990, læt Føroya Handilsskúli deild upp á Kambsdali, og nøkur ár seinni flutti Studenta- og HF-skeiðið í Eysturoy inn í nýggj høli, sum vóru bygd upp í Handilsskúlan. Eftir at miðnámsskúlaskipanin er umløgd til eina breytaskipan, er Studentaskúlin, Handilsskúlin og HF blivin ein eind, sum kallast Miðnám á Kambsdali. Miðnámsskúlin bjóðar í dag út seks ymiskar breytir. Hesar eru Búskaparbreyt, Fyrireikingarbreyt, Náttúrubreyt, Hugbreyt, FHS yrkisnám og Serbreyt. Í 2020 gingu áleið 500 næmingar á skúlanum. Síðan 2019 hevur miðnámsskúlin verið við í einum samstarvi við Gribskov Gymnasium í Danmark, Verzulnarskóla Íslands í Reykjavík og GUX í Sisimiut í Grønlandi. Verkætlanin er ein 5 ára royndarverkætlan, sum snýr seg um ein norðurlendskan studentaskúlaflokk, sum hýsir næmingum frá øllum fýra londunum, sum taka sítt miðnámsprógv skiftivís á øllum fýra miðnámsskúlunum. Miðnámsskúlin hevur síðan mei 2018 húsað FabLab Kambsdalur, hóast FabLab varð royndarkoyrt eina tíð frammanundan. FabLab Kambsdalur er fyrsta góðkenda FabLab í Føroyum, og hevur tilknýti til líkandi royndarstovur í yvir 100 londum kring heimin. Í 2018 var verkstovan kosin Ársins Átak. Ítróttur. Sum partur af Fuglafjarðar Kommunu, hoyrir Kambsdalur til ítróttin í Fuglafirði. Tó er ítróttarhøllin karmur um flogbóltsdystir og badminton. Eisini verður høllin javnan brúkt til innandurafótbólt, sum verður nýtt av fólki í teimum nærliggjandi bygdunum. Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna eiga og reka ítróttarhøllina á Kambsdali saman. Aftrat ítróttarhøllini hevur bygdin eisini ein FIFA vøll, sum er staðsettur í bygdini, nær við barnagarðin og frítíðarskúlan. Konusteinur. Undir landsvegnum, nær fjósinum við Varmakeldueiðið, er ein steinur. Hesin steinurin eitur Konusteinur, og er navngivin eftir einari ungari gentu, sum skal verða grivin undir steininum. Søgnin sigur, at gentan varð stanga til deyðis av einum óðum tarvi. Markið millum Fuglafjørð og Norðagøtu. Einaferð var stríð millum Fuglafjørð og Norðagøtu, um hvar hagamarkið millum bygdirnar var. Gøtuskurðar søgdu at markið gekk við Innaru Markrá, meðan Fuglfirðingar søgdu tað verða Uttaru Markrá. Ein dagin, meðan stríðið stóð á, kom ein reki at liggja við markið. Rekaviður hevði høgt virði tá, og hetta elvdi tí til eitt enn heitari stríð, har báðir partar gjørdu krav um markið og harvið eisini ognarleikin á rekaviðinum. Lógarvaldið kom nú uppí, og avgjørdi, at Uttara Marká skuldi hoyra til Fuglafjørð, og at rekin skuldi klyvjast í tvey, so at hvør bygd fekk hvør sína helvt. Presttangi. Stutt sunnanfyri Helláir, er ein tangi, sum nevnist Presttangi. Staðarnavnið er gamalt, og kemst av, at tað sigst, at prestur í gamlari tíð skal verða settur av á Presttanga, tá ið hann skuldi hava guðstænastu í Gøtu ella í Fuglafirði. Presttangi hevur lending við báðar síður, og tí ber til at leggja at har í øllum veðri. Hóast hann ikki hevur verið brúktur í nøkur hundrað ár, ber enn til at síggja gøtuna, sum leiðir frá tanganum og ímóti Gøtu. Hetta er sjónligt frá Fuglafirði, tá ið kavin liggur um vetranar. Tá hómast ein gøta, sum er gamla bygdagøtan. Varmakelda. Varmakelda sigst at hava lekjandi megi, sum hevur verið vælkent aftur til katólska tíð, eins og hildið verður, at Varmakelda hevur verið støðugt vitja áðrenn ár 1350, tá ið Norðagøta var millum størstu bygdir í landinum. Náttina 3. - 4. juli er megin sterkast. Siður hevur verið at vitja kelduna hesa náttina, drekka úr henni og at bera vatn við heim til fólk, sum liggja sjúk. Eldri siður hevur eisini verið, at fólk savnaðust við kelduna á Jóansøku, at drekka úr kelduni, fyri at gagnnýta hennara megi. Í 1673 umrøðir Lucas Debess eina keldu, sum skal liggja nær Gøtu, sum er einasta heilsubótarkelda í Føroyum. Varmakelda hevur tá verið vælkend, og tí er tað helst hesa, at Debess umrøðir. Hóast hann nevnir hesa sum einastu keldu av hesum slag, hava aðrar lekjandi keldur verið vælkendar við flestu bygdir í Føroyum. Eisini verður hildið, at Varmakelda hevur verið offurstað í fornari tíð, eins og við aðrar heilsubótarkeldur. Bill Justinussen. Kristian Bill Justinussen (27. august 1963 í Klaksvík) var formaður fyri Miðflokkin 1997 - 1999, landsstýrismaður 2002 - 2003 og síðan løgtingslimur. Justinussen, Bill Louis Bergh. Louis Jacob Andreas Cantor Bergh (12. september 1834 í Keypmannahavn - 7. november 1910) var ein danskur lærari og blaðstjóri. Hann flutti til Føroya, har hann gjørdist yvirlærari í realskúlanum í Havn (Thorshavns realskole) frá 1867. Hann arbeiddi fyri, at danskt skuldi vera verandi almenna málið í føroyskum skúlum. Hann var lærari hjá Jóannes Patursson, tá ið Jóannes gekk á realskúla. Sambært Jóannes Patursson vóru tey einastu tvey orðini, ið hann hoyrdi Bergh siga: pínadoy og skerpikjøt. Bergh var lærari á Læraraskúlanum frá 1870 til 1903, hann var blaðstjóri á Dimmalætting frá 1882 til 1885 og fyrsti formaður í Føroya Lærarafelag, har hann var formaður frá 1898 til 1902. Maðurin ið slapp at fara. Maðurin ið slapp at fara (danskt; "Manden der fik lov at gå", enskt; "The man who was allowed to leave") er ein føroyskur filmur av Katrini Ottarsdóttur frá 1994. Søgugongd. Ein tragikomisk søga um ein eldri giftan mann, sum ein dagin ger av at fara frá konuni fyri at liva saman við tí nógv yngri Mariu. Konan tekur hetta heilt róliga. Hon er hvørki óð ella kedd, men heldur at hann skal sleppa at renna hornini av sær. Hon er sannførd um, at hann skjótt verður klókari og fer at koma aftur til sín. Tað ger hann eisini, men ikki akkurát so, sum hon hevði hugsað sær. Sverri Egholm. Sverri Egholm (31. august 1930 í Leynum - 24. januar 2001 í Tórshavn) var landsbókavørður og sjónleikari. Hann tók preliminerprógv í 1948 og examen artium í 1950. Hann tók útbúgving sum bókavørður á Odense centralbibliotek 1951–1953 og tók prógv við Danmarks biblioteksskole í 1955. Egholm var bókavørður á Føroya Landsbókasavni 1955–1963, programfólk í Útvarpi Føroya 1963–1968, landsbókavørður á Føroya Landsbókasavni 1968–1989 og fyribils leiðari av Býarbókasavninum í Tórshavn 1969–1972. Sverri Egholm var nevndarlimur í Havnar Keypssamtøku frá 1963, nevndarlimur í Føroya Keypssamtøku frá 1965 (nevndarformaður frá 1967), nevndarlimur í Fróðskaparsetur Føroya frá 1968, nevndarlimur í Collegium Academicum Færoense frá 1970 (nevndarformaður frá 1971), limur í Líkningarráð Føroya 1964–1970 og limur í nevndini ið deilir út M.A. Jacobsens Heiðursløn í 1959 og 1967–1972. Hann var eisini ritstjóri á tíðarritinum "Gluggin" 1955–1957 og skrivaði fleiri blaðgreinar og tíðarritsgreinar um bøkur og bókasøvn. Katrin Ottarsdóttir. Katrin Ottarsdóttir (f. 22. mai 1957 í Tórshavn) er føroyskur leikstjóri, leikrithøvundur, sjónleikari og rithøvundur. Lívsleið. Í 1976 flutti hon til Danmarkar, har hon nam útbúgving á Den Danske Filmskole. Í 1982 var hon fyrsti føroyingur, sum hevði lokið útbúgving frá Danska Filmskúlanum, hon gekk í sama flokki sum Lars von Trier. Við sínum 11 filmum fyllir hon nógv í føroyskari filmssøgu. Í 1989 kom fyrsti spælifilmur hennara, sum eisini var fyrsti spælifilmur, sum var gjørdur av føroyskum leikstjóra, gjørdur í Føroyum og har tosað var føroyskt. Aðrir filmar hava verið upptiknir í Føroyum áður, men av útlendskum filmleikstjórum. Filmurin vann 1. virðisløn á týska filmfestivalinum "Nordische Filmtage" í Lübeck. Sama prísin vann hon eisini fyri filmin Bye Bye Blue Bird, sum var ein road-movie á 85 minuttir. Hin 11. september 2014 varð filmur hennara Ludo frumsýndur í Norðurlandahúsinum. Filmurin er upptikin heima á Sandi og snýr seg um eina 11-ára gentu, sum er fangað millum myrku, deprimeraðu sálina hjá mammuni og passivitetin hjá pápanum. Dóttir hennara, Hildigunn Eyðfinnsdóttir spælir leiktlutin sum mamman. Filmurin er sjálvbiografiskur. Í 2011 debuteraði hon sum skald, fyrst tá hon gav út nakrar yrkingar í tíðarritinum Vencili nummar 9 í juni 2011, og síðan tá hon gav út sítt fyrsta yrkingasavn á Mentunargrunni Studentafelagsins í 2012. Yrkingasavnið hevur heitið "Eru koparrør í himmiríki?" Í 2013 fekk hon Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri hetta yrkingasavnið. Í 2015 útgav hon yrkingasavnið "Messa fyri einum filmi". Árið eftir útgav hon sítt fyrsta stuttsøgusavn, tað hevur heiti "Aftanáðrenn", tað er eisini útgivið í danskari týðing. Í 2018 útgav Forlagið Torgard "43 bagatellir", ið er stuttprosa. Bókin er eisini útgivin á donskum og íslendskum. Í 2020 útgav Sprotin fyrstu skaldsøgu hennara, skaldsøgan hevur heiti "Gentan í verðini". Í 2014 fekk Katrin Sømdargávu landsins, ið er 20.000 krónur árliga restina av lívinum. Í 2018 fekk hon trý-ára listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins. Slóðir úteftir. Ottarsdóttir, Katrin Ottarsdóttir, Katrin Prix Føroyar. Prix Føroyar var ein tónleikakapping, sum Norðurlandahúsið tók stig til í 1995 í samstarvi við Føroya undirhaldstónleikarafelagi, Sjónvarpi Føroya, Útvarpi Føroya og við hjálp frá ymiskum áhugafeløgum í Føroyum. Meiningin var fyrst og fremst at geva føroyskum tónleikarum møguleikan at framføra egin løg, á einari proffessionellari konsert og harumframt at fáa føroyskan tónleik út í heim. Í 2005 varð stóra gallakvøldið kallað Atlantic Music Event (AME). Henda tónleikakappingin er ikki til longur. Clickhaze. Clickhaze var ein føroyskur tónleikabólkur. Manning. Popp/rokkbólkur úr Eysturoynni. Stovnaður til Prix Føroyar 1999. Vann Prix Føroyar í 2001. Jensen. Jensen er mest vanliga eftirnavnið í Danmark og 15. mest vanliga eftirnavn í Føroyum. Navnið merkir sonur Jens. Niclas Johannesen. Niclas Johannesen (f. 5. desember 1965) er mest kendur sum framúrskarandi gittarleikari, tónasmiður og tónleikaprodusari. Hann hevur spælt í fleiri føroyskum bólkum, millum aðrar Chase, og hevur hartil produsera og lagt til rættis fleiri tónleikaútgávur. Til dømis útgávur hjá Brandi Enni og Lenu Anderssen. Niclas leikti eisini 1.deildarfótbólt sum yngri, bæði við NSÍ í Runavík og HB í Havn. Hann starvaðist eisini eitt skifti sum tíðindamaður fyri Sjónvarp Føroya. Páll J. Nolsøe. Páll Johannes Nolsøe (føddur 8. september 1908 á Tvøroyri, deyður 25. januar 1996) var landsskjalavørður og rithøvundur. Hann fór niður til Sorø, har hann var liðugur í 1929. Síðan las hann danskt og enskt á Københavns Universitet í eini tvey ár. Hann starvaðist á skrivstovuni hjá Politiken 1935-36. Í 1937 starvaðist hann á blaðnum Tingakrossi og 1938-39 á Dagblaðnum. Árini 1940-47 var hann bókavørður á Froðbiar sóknar bókasavni og 1947–48 var hann lærari í bygdunum Norðra- og Syðradalur. 1948 bleiv hann hjálparfólk á Føroya Landsskjalasavni og hin 21.4.1951 var hann settur í starv sum landsarkivarur. Jákup í Jákupsstovu. Jákup í Jákupsstovu varð føddur 7. juli 1922 í Sørvági og doyði 22. februar 1976. Prógv í samfelagsfrøði frá "Institute of Social Studies" í Haag, Holland (196_?). Frá sinum politiska lívið er Jákup í Jákupsstovu helst best kendur fyri sín leiklut í fólkaatkvøðuni tann 14. september 1946, hvørs eftirspæl var m.a. at hann varð tveittur úr Javnaðarflokkinum. Aftaná hann varð tveittur úr Javnaðarflokkinum var hann við til at stovna Tjóðveldisflokkin í 1948. Kelda. Jákupsstovu, Jákup í Steinbjørn B. Jacobsen. a> í mai 2011, tá bókin Grund 3 kom út. Steinbjørn Berghamar Jacobsen (f. 30. september 1937, Sandvík - d. 12. apríl 2012, Tórshavn) var føroyskur rithøvundur. Hann var stjóri á Føroya Fólkaháskúla í eitt tíggju ára skeið. Steinbjørn er sum høvundur sera virkin og hevur roynt seg á flestøllum økjum. Hann hevur skrivað yrkingar, stutt­ søgur, skaldsøgur, ferðafrásagnir, barnabøkur, sjónleikir og so framvegis. Hann hevur verið nýskapandi, eina helst sum yrkjari og leikritahøvundur. Hansara evnisval fevnir víða, frá náttúru til menniskja, frá tí viðkvæma og kensluliga til tað politiska og samfelagsliga. Lívsleið. Beint eftir realprógvið, sum hann tók á Tvøroyri, fór hann til Grønlands við Yvonnu, ið var á línu- og snørisveiðu. Um heystið vóru teir á sild. Í januar mánaði 1957 fór hann til Íslands. Var við útróðrarbáti um várið og snellubáti um summarið. Fór so við trolara um heystið og var við sama skipi fram til 30. juni 1958. Um jóltíðir var hann heima. Næmingur á 8 mánaða præparandflokkinum á Ask Háskúla uttan fyri Århus. Í 1959 byrjaði hann at læra til lærara á Den frie Lærerskole í Ollerup. Var sjálvstøðugur lærari í praktikktíðini á Osted Fri- og Efterskole 1961/62, fimm mánaðir. Summarið 1961 tumlaði hann av Fjóni til Ålesund og so heim til Føroya við norskum línubáti. Var eitt legg inni í Jotunheiminum. Summarið 1962 fór hann saman við fýra øðrum bilferð til Grikkalands, støðgaði 8 dagar í Jugoslavia, úr Grikkalandi við ferju til Suðuritalia, og so aftur til Danmarkar. Telttúrurin vardi 43 dagar. Lærari á nýstovnaðum frískúla í Vilsted sunnanvert Løgstør í 1 ár og 3 mánaðir, var so 8 mánaðir á skeiði á Krabbesholm Højskole, Skive. Tók Dansk Seminarium eksamen í 7 lærugreinum. Fór heim og var lærari við Sankta Frants skúla 1965-66. Sama árið næmingur á skeiðnum í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. Lærari í Húsavík 1966 til 1. apríl 1970. Hetta tíðarskeiðið var hann skrivari í Húsavíkar, Dals og Skarvanes kommunu. Virkin í ungmannafelagnum, t.d. spældu tey tvær ferðir sjónleik. Brot úr seinna leikinum var sent í danska sjónvarpinum (sendingin „Hvad med kulturen på Færøerne“). 1. apríl 1970 til 1. august 1980 stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Nakað av upplýsingum um háskúlatíðina fæst úr árbókunum hjá skúlanum. Var við at stovna Fólkafylkingina móti EEC 1971 og virkin í hennara arbeiði. Var við at endurstovna Rithøvundafelagið 1967 og tá valdur í nevndina, har hann sat til 1979, mestu tíðina sum kassameistari. Tá ið Gluggin kom út aftur í januar 1968, stjórnaði hann eini fastari síðu, nevnd Sýnisgluggin, við yrkingum. Og árið eftir síðuna Ljóaran við innsendum smásøgum. Eisini skrivaði hann ummæli. Saman við Gunnari Hoydal var hann ritstjóri á Varðanum 1977-81. Teir vóru frásettir uttan grundgeving av nýggjari nevnd, sum var vald á óvanligan hátt. Tíðarritið kom tvær ferðir um árið, treyt ikki tilfar og áhugin fyri tí stórur. Frá 1981 til 87 nevndarlimur í nýstovnaða Móðurmálslærarafelagnum. Summarið 1978 var hann ein mánað í USA, bjóðaður av amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn. Alt heystið 1980 til jóla var hann dekkari við trolaranum Vón, ið royndi undir Føroyum. Vikarur í Syðradali á Streymoynni apríl, mai og juni. Fast starv við Tórshavnar Kommunuskúla í 1981. Ársskeið á Fróðskaparsetrinum 1982/83. Farloyvi frá skúlanum 1989/90 og skúlaárið 1990/91. Fimm teir fyrstu mánaðirnar í 1990 var hann gestalærari á Norrøna Fólkaháskúlanum í Snoghøj i Danmark. Av og á hevur hann havt greinar, ummæli og lesarabrøv í bløðunum. Hann er faðir Vár Berghamar Jacobsen, Kára Jacobsen og Eyð Berghamar Jacobsen. Útgávur. Við tær bøkurnar, hann sjálvur hevur givið út, er støddin á útgávuni nevnd. Keldur. Jacobsen, Steinbjørn B. Doris Hansen. Doris Hansen (fødd í 1943) er fyrrverandi forkvinna í MBF og rithøvundur. Hon var fødd í Øravík í 1943. Hansen er útbúgvin lærari, tali­, lesi­ og hoyrilærari. Hon starvast í Tórshavnar kommunu. Hansen hevur verið sera virkin í arbeiðinum at bøta um korini hjá teimum brekaðu, m.a. hevur hon í mong ár verið formaður í MBF. Keldur. Hansen, Doris Hansen, Doris Tummas Lenvig. Tummas Lenvig (2. november 1923) lærari og sjálvstýrismaður. Útgivið. Lenvig, Tummas Rani Nolsøe. Rani Nolsøe er føroyskur gittarleikari, sangari og sangsskrivari. Rani er klaksvíkingur. Umframt at vera kendur innan føroyskan tónleik, so er Rani Nolsøe eisini kendur sum telvari. Frændur. Rani er kendur úr bólkinum Frændur og skrivar bæði orð og løg til bólkin. Frændur vóru nógv frammi í 1980-unum, men enn í dag hava Frændir konsertir í Føroyum, og eisini eru teir av og á í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn og framføra, har nógv fólk plaga at savnast saman. Í 2009, tá 25 ár vóru liðin, síðan Frændur veruliga gjørdu vart við seg, gav bólkurin út eina spildur nýggja útgávu, sum kom út 21. november 2009. Ársins herðaklapp. Tónleikabólkurin Frændur fekk heiðurin "Ársins herðaklapp 2009", sum Miðlahúsið letur á hvørjum ári henda heiður til onkran, sum hevur havt serstakan týdning fyri føroyska tónleikaheimin. Stjóri í Íverksetarahúsinum. Í løtuni er Rani Nolsøe virkin í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, har hann er stjóri. Hann hevur eisini starvast sum lærari í heimsspeki (filosofi) í TSK (Tekniska Skúla í Klaksvík). Rani er kendur fyri sín frálíka gittarleik, og hevur hann verið gittarleikari hjá sangarinnum sum Arnfríð Lútzen og Ingibjørg Hansen. Tekniski Skúlin í Klaksvík. Tekniski Skúlin í Klaksvík er ein skúli í røðini av teimum teknisku skúlunum í donska kongaríkinum. Terji Rasmussen. Terji Rasmussen (1966 í Havn) er tónleikari og sangskrivari. Hann býr í løtuni í Nólsoy. Hann hevur verið virkin í bólkum so sum Frændur, Terji og Føstufressar og Moirae. Terji og Føstufressar vunnu kappingina um bestu útgávu í Planet Awards 2010, sum Miðlahúsið skipar fyri á hvørjum ári beint áðrenn nýggjár. Ávisingar úteftir. Rasmussen, Terji Rasmussen, Terji Einar Joensen. Einar Joensen (16. september 1910 í Hørg í Sumba - 11. mars 1986) var prentsmiðjueigari og bókaútgevari í Tórshavn. Hann var bróðir Poul F. Joensen. Rasmus Rasmussen (Regin í Líð). Rasmus Rasmussen (skaldanavn Regin í Líð), vanliga nevndur Rasmus á Háskúlanum (13. august 1871 í Miðvági - 5. oktober 1962 í Tórshavn) útgav fyrstu føroysku skaldsøguna "Bábelstornið". Hann var sjálvlærdur lærari, setti saman við Símuni av Skarði Føroya Fólkaháskúla á stovn í 1899. Skrivaði bæði yrkisbøkur undir egnum navni, t.d. "Føroya floru", eins og fagurbókmentir, t.d. fyrstu skaldsøguna og fyrsta stuttsøgusavnið á føroyskum undir dulnevninum "Regin í Líð". Hann var eisini í mong ár løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Kelda. Rasmussen, Rasmus Rasmussen, Rasmus Axel Tórgarð. Axel Tórgarð (sæst til høgru). Axel Wenningstedt Tórgarð (31. mars 1923 í Havn - 24. mars 2011) var ein føroyskur prestur og týðari. Hann var sonur H.C.W. Tórgarð. Hann var stjóri í nýstovnaða Útvarpi Føroya í nøkur ár, til hann gjørdist prestur í Norðurstreymoy; seinastu árini av lívinum var hann serliga virkin sum týðari. Axel Tórgarð hevur serliga týtt klassiskar bókmentir úr enskum til føroyskt, men eisini nakað úr grikskum. Axel eigur børnini Súsonnu, Riu og Hans Tórgarð, sum øll eru sjónleikarar. Magnus Dam Jacobsen. Magnus Dam Jacobsen (6. juli 1935 í Havn - 21. august 1978 í Keypmannahavn) var fiskimaður, prentari og rithøvundur. Magnus Dam Jacobsen varð føddur og vaks upp í Havn. Hann fór 14 ára gamal til skips, seinni fór hann í prentaralæru í Havn og tók sveinaprógv í Danmark. Hann starvaðist sum prentari. Magnus skrivaði yrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur. Hann skrivaði um lívið á landi og á sjógvi, hann lýsti kenslulívið og sambandið millum menniskju, hann skrivaði um samfelagið og tey, ið høvdu ilt við at fóta sær í lívinum. Málsliga legði hann seg eftir at skriva so nær talumálinum, sum til bar. Útgivið. Jacobsen, Magnus Dam Hvítravnur. Hvítravnur, gamalt føroyskt Gorpur Bringuhvíti (frøðiheiti - "Corvus corax varius" var. "leucophaeus") var eitt serføroyskt ravnabrigdi, men er nú útdeyður. Hann var eisini krunkasvartur, men stórir partar av honum vóru hvítir, tó ofta við nøkrum fáum svørtum fjaðrum uppí. Teir hvítravnarnir, sum eru varðveittir, eru ikki allir meinlíkir, men á øllum eru á høvdi, veingjum og búki hvít øki. Beinini á honum eru líka svørt, sum á tí svarta ravninum, men ikki nevið, tað fer yvir í brúnt. Hvítravnurin tykist hava verið her síðani miðøldina. Ígjøgnum ár og dag hevur nógv verið skrivað um hann, og nógvar myndir eru teknaðar av honum. Lesur tú tað skrivaða keldutilfarið, ber til at fylgja, hvussu stovnurin er minkaður, so hvørt sum hann varð skotin og skinnini vórðu seld savnarum. Ógvuliga áhugavert er, at hann er á fuglamyndum, sum Díðrikur á Skarvanesi hevur teknað og sum í dag eru í Listaskálanum í Havn. Sjálvandi verður gravgangur eftir einum dýri, tá ið so lítið er til av tí, og tað bara er at finna í einum fjarskotnum oyggjalandi. Hetta var lagnan hjá hvítravninum, tí hann varð skotin og seldur útlendskum savnarum. M.a. greiðir Niels á Botni frá, at sýðslumaðurin H.C. Müller síðst í farnu øld rindaði 2 ríkisdálar fyri ein hvítravn, ið var skotin í Nólsoy. Soleiðis vórðu teir síðstu hvítravnarnir sæddir: Ein úti í Mykinesi 2. november 1902, ein á heysti 1916 bæði í Velbastaðhaga og úti í Koltri. Og at enda varð tann seinasti higartil sæddur úti í Nólsoy bæði "í stórkavanum í 1947" og aftur seint í 1948. Um hetta mundið aftan á seinna heimsbardaga hava fólk ansað so væl eftir hvítravninum, at lítið sannlíkt er, at hann hevur verið á flogi, uttan at nakar hevur varnast tað. Náttúrugripasavnið hevur gjørt eina serliga framsýning um hvítravnin. Í tí sambandi hevur verið roynt at leita fram upplýsingar um, hvussu nógvir útstappaðir hvítravnar munnu vera til í dag, og hvar teir eru. Savnið sjálvt eigur ongan, men higartil eru vit komin fram á 15 eintøk, tey eru spjadd soleiðis: í Keypmannahavn (6), New York (4), Uppsala (2), Leiden (1), Braunschweig (1) og Dresden (1). Hans Christopher Müller. Hans Christopher Müller (føddur 2. september 1818 í Havn, deyður 25. desember 1897 í Havn) var sýslumaðurin í Suðurstreymoyar sýslu, løgtingsmaður og fólkatingsmaður. Tá fyrsta føroyska posthúsið læt upp í Havn 1. mars 1870 stóð hann fyri posthúsinum tey fyrstu árini. Lívsleið. Hans Christopher Müller var sonur sýslumannin Rasmus Müller og Siggu Joensdatter. Müller var klókur maður og yvirtók í 1843 embætið sum sýslumaður í Streymoy eftir pápa sín. Hann gjørdist løgtingslimur og seinni, í 1869, gjørdist hann postekspeditørur í Havn og agentur fyri DFDS (1866). Han var áhugaður í altjóða viðurskiftum og vitjaði handils og heimsframsýningar í Týsklandi og Onglandi. Hann hevði ognað sær eina stóra vitan um Føroya flora og fauna, var sjálvlærdur, og savnaði plantur, sum hann sendi til Japetus Steenstrup í Keypmannahavn. Hann rindaði 2 ríkisdálar fyri hvønn skotnan hvítflekkutan ravn úr Nólsoy, sum skaffaði útstappaði eintøk av hesum ravni til Zoologisk Museum, men sum eisini var viðvirkandi orsøk til at fuglurin bleiv týndur. Politisk lívsleið. Hann umboðaði Suðurstreymoy í Løgtinginum 1852-55, 1865-1881 og 1885-92 og Norðstreymoy 1857-59. Hann stillaði upp til fólkatingsval longu í 1849, eftir at Grundlógin varð samtykt í Fólkatinginum, men hann varð ikki valdur. Hann stillaði eisini upp í 1852, men aftur hesaferð vann løgfrøðingurin Niels Winther. Ikki fyrr enn hesin í 1858 sjálvboðin frásegði sær sín sess, varð Müller valdur inn í Folkatingið. Hann varð afturvaldur tvey tey næstu fólkatingsvalini, men í 1864 vann skúlalærarin Jacob Petersen yvir honum. Í staðin varð Müller valdur inn í Landstingið við einum eykavali, og har sat hann til 1886, tá ið hann ikki varð afturvaldur. Árið eftir, í 1887 varð hann aftur valdur inn í Fólkatingið, har hann sat til 1890. Hann tók sum oftast bert orðið, tá ið talan var um viðurskifti, ið høvdu við Føroyar at gera. Müller var giftur við Marin Kristinu f. Olsen. Hann var Riddari av Dannebrog. Müller er grivin á Gamla kirkjugarði í Havn. Díðrikur í Kárastovu. Díðrikur í Kárastovu róptur Díðrikur á Skarvanesi (25. juli 1802 - 8. oktober 1865 á Dímun) var málari og hevur gjørt elstu myndirnar, vit vita um í Føroyum. Forngrípasavnið hevur nakrar tekningar, ið eru væl eldri. T.d. tekning av Havnini frá 1709 og útróðrarmaður og bátur frá uml. 1791. Málningar eru eisini gjørdir í 18. øld av Havnini, tó ikki av føroyingum, men av fólki, sum hava búð her. Hesi koma helst ikki undir føroyska myndlist. Andreas Christian Lützen. Andreas Christian Lützen føddur 13. juni 1813 í Suðurjýtlandi. Hann kom í 1838 24 ára gamal til Havnar at vera fyrsti eina lærari. A.C. Lützen gjørdist ein av fremstu álitsmonum í Havn. Hann gjørdist løgtingsmaður, ríkisdags maður og kommunustýrisformaður í Havn, og hann fekk ein minniligan deyða í 25. juli 1874, tá ið hann small niður deyður, meðan hann talaði fyri kongi, sum var komin á vitjan. A.C. Lützen giftist við Evu Margretu úr Baianstovu (fødd Jacobsen). Saman fingu tey børnini, Annu Lützen, Niklas Lützen, Jacob Lützen, Lütje Lützen, Georg Lützen, Andreas Christian Lützen og Edvard Lützen. Fleiri av børn og eftirkomarum hansara hava havt stóran týdning í Føroyum. Einasta dóttir hansara Anna giftist við prestinum og próstinum Jens Christian Evensen. Tey fingu millum annað sonin Andrias Christian Evensen Í 1925 varð ein bók skrivað við Annusa endurminningum, ið kom útskrivað í trimum hondskrivaðum eintøkum. Lützen, Andreas Christian Gregers Joensen. Gregers Joensen (1835 - 12. juni 1897 á Eiði) var løgtingslimur og fyrsti næmingur við prógvi frá Føroya Læraraskúla í 1871. Hann var bygdarráðsformaður á Eiði í tíðarskeiðnum 1894-1897. Jákup Frederik Øregaard. Jákup Frederik Øregaard (29. juni 1906 í Leirvík - 1980) var keypmaður og politikari. Hann var løgtingsformaður 1946 til 1950 og 1958–1963 og 1966–1978. Hann var kommunustýrislimur í Gøtu kommunu frá 1950 til 1954, og aftur frá 1958 til 1962. Frá 1960 til 1962 var hann harumframat borgarstjóri. Hann var formaður Javnaðarfloksins frá 1969 til 1972. Faðir vár. Faðir vár er ein kristin bøn sum er at finna í Mattheusevangeliinum, kapittul 6, ørindi 9-13. Milliónir av menniskjum á allari jørðini kenna bønina, sum nógv nevna faðirvár. Orðið verður brúkt um víðagitnu bønina, sum Jesus sjálvur brúkti til fyrimynd fyri bønir til Gud. Í innganginum til hesa fyrimyndarbønina segði Jesus við áhoyrarar sínar: "Tí skulu tit biðja soleiðis:" Ravnur. Ravnur ella Krunkur, gamalt føroyskt Gorpur (frøðiheiti - "Corvus corax") er stórur, svartur krákufuglur, hvørs veingjavídd er um leið 65-70 cm. Fjaðrarnar eru krunkasvartar og skyggja blágrønar. Hann hevur svart nev og svartar føtur. Ravnurin í Íslandi og í Føroyum hevur verið avbyrgdur so mikið leingi, at hann í dag ikki er meinlíkur ravni aðrastaðni úti í heimi. Eingin veit, hvussu nógvur ravnur eigur í Føroyum. Nógv pátrúgv er knýtt at ravninum, pátrúgv, ið stavar frá ravnunum hjá Óðini, Hugin og Munin. Sum krákan er ravnurin ein av ruskmonnum náttúrunnar, sum ikki fírir fyri at eta lomb og seyð, ið eru ússalig, ræ og rusk. Hetta hevur mangan fingið fólk at argast inn á hann. Ikki man vera smávegis av mús og rottu, sum hvønn vetur hvørvur niður í ravnarnar. Ígjønum øldir hava menn veitt ravn eins væl og kráku. Hetta elvdi m.a. nevtollurin, sum ikki er avtikin enn, hóast hann ikki verður nýttur í dag. Henda lóg segði, at hvør maður, ið var ímillum 15 og 50 ára gamal, árliga skuldi lata inn eitt ravnsnev ella tvey nev av kráku, baki ella skúgvi. Øll nevini vórðu savnað og brend á Krákusteini í Havn. Nú er ravnurin millum teir fuglar, ið verða veiddir alt árið. Hann er støðufuglur og er tí her alt árið. Jagstranin hevur gjørt ravnin til ein styggan fugl. Reiður ger hann sær í brøttum, fjarskotnum klettum, ið ikki eru lættir at sleppa til. Vanliga verpur ravnur 4-5 egg. Corvus corax corax er tann mest vanligi ravnurin meðan Corvus corax varius er slagi sum er at finna í Føroyum og í Íslandi. Olaf F. Joensen. Olaf F. Joensen róptur Óli í Skúla (1876 - 1964) var keypmaður í Klaksvík. Hann varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin í Norðuroyggjum. Joensen, Olaf F. Joensen, Olaf F. Joensen, Olaf F. Thorstein Petersen. Thorstein Petersen (21. august 1899 – 4. mai 1960) var løgfrøðingur, politikari fyri Fólkaflokkin og fyrsti stjóri hjá Sjóvinnubankanum. Thorstein Petersen varð borin í heim í Havn 21. august 1899. Aftan á barnaskúlagongd fór hann til Danmarkar at taka studentsprógv og lesa løgfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Tá hann í 1928 hevði staðið løgfrøðisprógv, kom hann aftur til Havnar, har hann setti seg niður sum sakførari. Í 1932 gjørdist hann stjóri í nýstovnaða Sjóvinnubankanum og sat í hesum starvi fram til kreppuna hjá Sjóvinnubankanum í 1951. Tíðliga kom hann upp í politikk. Hann sat á tingi fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoy 1940-1954, og var fleiri skeið tingformaður. Hann var landsstýrismaður 1950-1951 og fólkatingsmaður 1943-1950, varð aftur valdur á fólkating í 1957, men misti valbærið orsakað av leikluti sínum í Sjóvinnubankamálinum í 1951. Hann doyði 4. mai 1960. Johan M. Fr. Poulsen. Johan Martin Fredrik Poulsen (26. september 1890 á Toftum - 24. juni 1980) var politikari og fyrstilærari á Strondum. Hann var løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Listasavn Føroya. Listasavn Føroya avmynda á einum frímerki Listasavn Føroya varð bygt í 1970. Savnið er í Viðarlundini í Gundadali á Gundadalsvegi 9 í Tórshavn. J.P. Gregoriussen teknaði bygingin. Norðari endin av húsinum er frá 1970, tað er tann eldri Listaskálin, sum Listafelag Føroya læt byggja. Savnshúsini vórðu tikin í nýtslu í 1993, tað vóru arkitektarnir N. F. Truelsen og J. P. Gregoriussen sum teknaðu nýggja bygningin. Føst framsýning. Listasavn Føroya hevur bæði fasta og skiftandi framsýningar av eldri og nýggjari føroyskari list. Mong føroysk listafólk eru umboðaði á føstu framsýningini, millum onnur Sámal Joensen-Mikines (1906-79), Janus Kamban (1913-2009), Ruth Smith (1913-58), Elinborg Lützen (1919-95), Ingálvur av Reyni (1920-2005), Steffan Danielsen (1922-76), Hans Hansen (1920-1970), Frimod Joensen (1915-97) og Tummas Arge (1942-78). Skiftandi framsýningar. Árliga eru tríggjar stórar serframsýningar sum Listasavnið skipar fyri og tvær framsýningar sum ávikavist Føroysk Myndlistafólk og Listasfelag Føroya skipa fyri. Framsýningarnar lata vanliga upp fríggjadag kl. 16. Várframsýningin og Ólavsøkuframsýningin eru framsýningar sum vanliga eru á hvørjum ári. Føroya Náttúrugripasavn. Føroya Náttúrugripasavn varð stovnað í 1955 við tí endamáli at savna, varðveita og framsýna náttúrugripir, sum lýsa náttúru landsins og savna, varðveita og handfara náttúruvísindaligt tilfar. Savnið er skipað í 2 deildir: djórasavn og plantusavn. Upprunaliga var Jarðfrøðisavnið eisini partur av Náttúrugripasavninum, men nú er hetta lagt saman við fyrrverandi Oljufyrisitingini, samanlagdi stovnurin eitur Jarðfeingi. Náttúrugripasavnið heldur til á Debesartrøð á V.U.Hammershaimbsgøtu 13 í Havn. Niels á Botni. Niels á Botni (30. mars 1895 í Nólsoy - 20. juli 1982) fuglafrøðingur og útstappari. Botni, Niels á Morten Thrane Brünnich. Morten Thrane Brünnich (30. september 1737 - 19. september 1827) var ein danskur djórafrøðingur og steinafrøðingur. Brünnich var borðin í heim í Keypmannahavn. Keldur. Brunnich, Morten Thrane Magnus Heinason (persónur). Magnus Heinason (4. mars 1545 (1548?) á Nesi (ella í Oyndarfirði??) – 18. januar 1589, hálshøgdur á Gamlatorgi í Keypmannahavn). Sonur Heina Havreka. Umleið 1580 læt hann Havnar Skansa byggja at verja landið móti sjórænaranum. Leygarmorgunin 18. januar í 1589 varð hann leiddur út á Gamlatorg í Keypmannahavn, sum var avrættingarstaðið. Magnus Heinason noktaði at hava bind fyri eyguni og hansara síðstu orð vóru: "Tak hetta burtur. Eg havi sæð mangt drigið svørð fyrr. Men ansa tær, at tú ikki sjálvur verður ræddur, tá ið tú høggur sakleysan mann". Slóðir. Heinason, Magnus Páll Fangi. Poffuel Johannisøn (Páll Jóannesson), millum manna róptur Páll Fangi, var bóndasonur á Sunnanágarði í Mikladali, sonur Jóannesar bónda, føddur umleið 1620 - 22. Søgan um Páll Fanga. Páll var elstur av synunum og stóð til at arva garðin, men pápin gjørdi hann arvaleysan og vildi heldur, at yngri bróðurin, Magnus, skuldi arva garðin. Eitt árið gjørdist pápin sjúkur og doyði. Ein arbeiðskona, sum Páll fyrr hevði gingið saman við, men sum hann kortini ikki vildi hava og gjørdi tað tí liðugt við hana, hevndi seg inn á hann og fortaldi fyri fólki, at Páll hevði dripið pápa sín við at geva honum eitur. Í 1656 varð hann ákærdur fyri at fáast við gand og fyri at hava tikið lívið av pápa sínum við rottueitri. Rættarmálið móti Pálli kemur fyri á vártingi 17. mars 1656, og aftur 30. august og 17. september 1656, og dómurin verður feldur 9. juni 1657. Í hvussu er tríggjar ferðir eydnast tað Pálli at flýggja úr fangatippinum á Skansanum í Havn, men hvørja ferð verður hann tikin aftur, og av hesum hendingum fær hann navnið Páll fangi. Tað einu ferðina eydnaðist tað honum at goyma seg í eitt heilt ár á Kalsoynni, áðrenn hann aftur varð fangaður. Tað ferðina var hann um várið farin við báti av Kalsoynni til Fiskimølar á Kunoynni, ið er sunnanfyri Haraldssund eystantil á Kunoynni. Haðan gekk hann til Haraldssunds, tí ætlanin var at hitta Rasmus Magnusson, bóndan har. Teir báðir kendur væl. Rasmus tordi ikki at hýsa honum, tí hann var bangin fyri at okkurt av húsfólkunum fór at slatra. Hann gav Pálli bát og mat og drekka: fisk og drýl, nøkur skerpikrov og ein vatnkagga. Páll ætlaði sær at rógva til Noregs ella til Hetlands, men hann kom ikki longur enn hálva leið, tá brast óveður á, og hann rak aftur til Føroya. Báturin rak inn á Árnfjarðarvík á Borðoynni, har ið Hanus bóndi í Gerðum fann hann. Hanus mannaði eitt seksmannafar og rói eftir honum fyri at fanga hann. Páll sum var sovnaður, vaknaði av ljóðinum av árunum, og fór at rógva undan teimum. Leingi kláraði Páll at rógva undan teimum. Hanus tók tá mastrina, ið lá niðri í bátinum og hótti menninar við, at um teir ikki tóku á at rógva, so skuldi hann sláa teir við mastrini. Tá tóku teir á at rógva og komu upp á liðina á bátinum hjá Páll. Hanus slóð Páll við mastrini niður á økslina, so armurin fór úr lið. Síðan tók hann ein sóknarongul og høgdi ímillum herðarnar á Pálli, so har varð eitt stórt og djúpt sár. Tá skar Páll í róp og bað Gud løna honum hetta høggið aftur. Sár hansara varð grøtt, men ongantíð kom hann at vera sami maður aftur til heilsu, sum hann hevði verið fyrr. Hvussu honum fórst síðani: um hann breyt seg útaftur ella varð niðursendur at útstanda sín dóm, harum er einki frætt. Men úr Føroyum fór hann og kom ongantíð aftur higar at búgva. hann fekk skinn av hvørjum pari. Hanus í Gerði doyði av hesum lærsvullinum, og soleiðis gekk tann bønin út, søgdu fólk, sum Páll hevði biðið til Gud: at tað mátti vera Hanusi afturlønt, tað høggið, ið hann gav honum við sóknarkrókinum. Kappróðrarbáturin Páll Fangi. Ein kappróðrarbátur Klaksvíkar Róðrarfelags er kallaður upp eftir Páll Fanga úr Mikladali og kallast "Páll Fangi". Tað er eitt 6-mannafar, sum Sámal Hansen bátasmiður hevur smíðað í 2001. Keldur. Eyðun Andreassen: "Úr søgn og søgu", Føroya Skúlabókagrunnur 1986, har søgnin verður endurprentað (eftir Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr I". Søgnin verður eisini viðgjørd og borin saman við søguligu keldurnar, sum vit hava í "Løgtings- og Vártingsbókini - 1655-1666. Heini Havreki. Heine Johnsen róptur Heini Havreki (uml. 1514 í Bergen - 1576 í Rødø) varð sóknarprestur á Nesi Eysturoy frá 1541 - 1566. Beinta Broberg. Beinta Kristina Broberg, veruliga Bente Christine Broberg (uml. 1667 - 15. februar 1752) er tann kvinnan, sum skaldsøgan Barbara er bygd á, og harvið ein av gitnastu kvinnum úr Føroyum. Slóðir úteftir. Broberg, Beinta Sorinskrivari. Sorinskrivari er dómari í Føroya rætti. Sorinskrivarin er ovasti leiðari og dómari í "Føroya Rætti". Norðurlandahúsið í Føroyum. Norðurlandahúsið í Føroyum er størsti mentunarmiðdepil í Føroyum. Húsið varð vígt og tikið alment í nýtslu 8. mai 1983 í Tórshavn. Norðurlandahúsið hevur havt stóran týdning fyri mentanarlívið í Føroyum. Tað er stýrið fyri Norðurlandahúsið, ið setur stjóran. Stjórin verður settur í eitt 4- ella 5-áraskeið, tó kann stjórin søkja um at fáa starvssetanina longda til 8 ár. Teir fyrstu stjórarnir sótu bert eitt ár hvør. Niels Halm úr Danmark var stjóri frá 1. februar 2004 til 31. januar 2013, tað er higartil tað longsta tíðarskeiðið, ið nakar stjóri fyri Norðurlandahúsið í Føroyum hevur sitið. Eitt stutt tíðarskeið á tveir mánaðir í 2011 røkti Urd Johannesen stjórastarvið, meðan Niels Halm røkti aðrar uppgávur fyri Nordisk Ministerråd. Benny Samuelsen. Benny Samuelsen (føddur 2. august 1928 í Fuglafirði, deyður 30. desember 2017) var ein føroyskur blaðstjóri og prentari. Sum heilt ungur kom Benny til Havnar í prentaralæru á Dimmalætting, sum farbróðirin Georg Lindenskov Samuelsen stjórnaði frá 1935 til 1981. Dimmalætting helt tá til í gomlu prentsmiðjuni í Erling Jalsgøtu – og áðrenn stóra eldin í 1944, tá húsini hjá Dimmalætting brunnu í grund. Hóast prentaralærdur skifti Benny til tað redaktionella arbeiðið í 1970. Benny var blaðstjóri á Dimmalætting frá 1981 - 1995. Hann var formaður í P/F Dimmalætting til 2008, tá hann bleiv næstformaður. Hann sat eisini í nevndini á samanløgdu prentsmiðjunum hjá Dimmalætting og Sosialinum, P/F Prentmiðstøðini, sum varð stovnað í 2000. Benny sat í nevndini á Prentmiðstøðini so leingi Dimmalætting átti í Prentmiðstøðini frá 2000 til 2010. Tá hevði Benny Samuelsen verið virkin í føroyska fjølmiðlaheiminum í 68 ár. Benny Samuelsen var eisini virkin á mentanarøkinum, í Sjónleikarhúsinum, hann var við í fleiri útvarpsleikum og læs eisini fleiri skaldsøgur í útvarpinum. Familja. Benny var sonur Lenu og Steingrim Samuelsen úr Fuglafirði. Hann var elstur av 12 systkjum, tíggju brøður og tvær systrar vóru í systkinaflokkinum. Martin Joensen (rithøvundur). Minnisvarði í Sandvík til minnis um Martin Joensen. Martin Joensen er føddur 19. apríl 1902 í Sandvík, deyður 25. desember 1966, sonur Louisu Joensen úr Sandvík. Var giftur við Linu Bjørgheim úr Tórshavn. Martin tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1926 og var lærari fyrst á Økrum, í Víkarbyrgi og í Sandvík og síðan á Tvøroyri 1944-64, tá ið hann vegna sjúku legði frá sær. Hann var á ársskeiði á DLH 1938-39 og 1960-61. Martin var deknur í Sandvíkar kirkju í 14 ár. Eitt skifti var hann limur í sóknarstýrinum fyri Hvalbiar sókn. Hann skrivaði eina mongd av greinum og stuttsøgum í bløð og tíðarrit og barnasøgur í barnabøkur og bløð. Martin var blaðstjóri á Sosialinum í nøkur ár. Hann hevur skrivað hesar bøkur: Skaldsøgur: "Fiskimenn" 1946, "Tað lýsir á landi" 1952. Stuttsøgusøvn: "Útrák" 1949, "Klokkan ringir" 1962, "Heimadoktarin" 1977, "Gamli maðurin og varðin" 1977. Ein minnisvarði er reistur í Sandvík til minnis um Martin Joensen. Keldur. Joensen, Martin Hans Dalsgaard. Hans Dalsgaard (29. mars 1899 í Skálavík - 25. oktober 1970). Dagmar Joensen-Næs. Dagmar Joensen-Næs (fødd 1895, deyð 1983) var ein føroyskur rithøvundur. Dagmar er fyrsta kvinna í Føroyum, sum hevur skrivað eina skaldsøgu, tað var skaldsøgan "Rannvá". Dagmar er ættað av Ryggi í Miðvági, systir mæta skaldið Mikkjal á Ryggi. Tey vóru 9 systkin, men mamman og 4 systkin doyðu sum smá av tuberklum. 26 ára gomul giftist hon við Martin Joensen Næss, lærara, úr Skúvoy. Aftaná seks ár í Skúvoy fluttu tey til Miðvágs, har maðurin var settur fyrstilærari. Martin doyði í 1967, 80 ára gamal. Meðan tey vóru trúlovað, var Dagmar í Skúvoy og ferðaðist og var beinanvegin hugtikin av toftunum í Fagradali. Men tað var ikki fyrr enn tey vóru flutt aftur til Miðvágs, at hon skrivaði "Rannvá" í fýratiárunum. Dagmar sigur sjálv, at tað er sonarkonuni fyri at takka, at bókin var givin út. Hon las handritið og var beinanvegin spent. Dagmar sjálv roknaði við at verða gjørd til grin, um søgan varð givin út. Umframt, "Rannvá" útg. 1971, hevur Dagmar Joensen-Næs skrivað søgusavnið "Tá minnini tala" útg. 1980. Victor Danielsen. Victor Danielsen (28. mars 1894 í Søldarfirði - 2. februar 1961 í Fuglafirði) var ein føroyskur trúðboðari innan Brøðrasamkomuna og bíbliutíðari. Hann var útbúgvin lærari. Lívsleið. Victor Danielsen gekk á læraraskúla í Havn 1911 - 1914, tá hann fekk prógv sum bestur av teimum 10, sum tá fingu prógv. Skúlatíðina í Havn hevði hann nakað av sambandi við heimamissiónina og serliga danska trúboðaran hjá heimamissiónini, Ryving-Jensen. Hesa tíðina upplivdi hann eina andaliga kollvelting, sum fullkomiliga broytti hansara lív. Eftir lokið prógv gjørdist hann lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba, men gavst sum lærari longu 6 - 7 mánaðir seinni og fór at virka sum trúboðari. Í 1916 breyt hann við kirkjuna, tá hann saman við øðrum varð doyptur á sjónum í Søldarfirði, og eftir tað gjørdist hann ein hin ídnasti trúboðarin hjá Brøðrasamkomuni. Í 1920 giftist hann Henrikku Malenu f. Olsen úr Søldarfirði. Í 1928 fluttu tey til Fuglafjarðar, fyrst í eina lítla íbúð í samkomuhúsinum Siloa, og í 1933 fluttu tey í egin hús við Gjógvará í Fuglafirði. Victor Danielsen var sera virkin trúboðari, og umframt at vera virkin í samkomuni í Siloa í Fuglafirði ferðaðist hann víða um landið og prædikaði. Bókmentaliga avrik Victors var fyrst og fremst bíbliutýðingin. Hitt Nýggja Testamentið kom út í 1937 í týðing Victors, og í 1949 kom øll Bíblian út í hansara týðing - nú við nýtýddum Nýggja Testamenti. Victor umsetti umleið 870 sálmar, og sjálvur yrkti hann 27 sálmar. Umframt bíbliu og sálmabók skrivaði Victor Danielsen 2 skaldsøgur: "Aðru ferð" (1927) og "Nei, lyftið sveik ikki" (1947). Hann týddi úti við 20 bøkur. Allar bøkur hansara hava andaligt innihald og eru partur av trúboðanarvirki hansara. Gjøgnum bókmentaliga arbeiði sítt, serliga gjøgnum bíbliutýðingina og sálmabøkurnar, fekk Victor Danielsen stóra ávirkan á Brøðrasamkomuna í Føroyum og á føroyskt samkomu- og kirkjumál. Tann 28. september 2008 varð standmynd av Victori Danielsen avdúkað í Fuglafirði. Tað er listamaðurin Hans Pauli Olsen, ið hevur gjørt standmyndina. Bókmentalig avrik. Í sálmabókunum, ið Victor Danielsen hevur latið úr hondum, hevur hann týtt ella yrkt meginpartin av sálmunum, men ikki allar. Afturat hesum skrivaði hann fleiri smárit og greinar, og almanakkan "Ráðgevari mín" fór hann at geva út í 1937. Hann var komin í 25. árg., táið Victor doyði. "Ráðgevari mín" kemur framvegis út hvørt ár. Louis Zachariasen. Louis Christian Oliver Zachariasen (21. januar 1890 á Kirkju - 30. august 1960 í Keypmannahavn) var føroyskur rithøvundur, politikari, lærari, verkfrøðingur, blaðstjóri og stjóri. Var útbúgvin lærari í 1911. Tók verkfrøðingsprógv í Danmark í 1923. Gjørdist riddari av Dannebrog í 1949. Hann var løgtingsmaður í tveimum skeiðum 1940-1943 og 1946-1950, í 1948- 1950 var hann landsstýrismaður. Frá 1943 til 1954 var hann blaðstjóri á Tingakrossi, og hann var stjóri á Telefonverk Føroya Løgtings frá 1936 til 1952. Hans Marius Ejdesgaard. Hans Marius Ejdesgaard (1887 í Oyndarfirði). Hann er føddur 21. september 1887 í Oyndarfirði, deyður 23. mars 1966, sonur Andreas Ejdesgaard av Eiði og Elisabeth (fødd Justinussen) av Glyvrum. Var giftur við Elsebeth (fødd Petersen) úr Funningi. Hans Marius tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1908 og var lærari í ymsum skúlum í styttri tíð, hann var eisini nakrar túrar til skips. Lærari í Oyndarfirði 1. oktober 1919 - 1. oktober 1952, tá ið hann fór úr starvi. Hann var formaður í sóknarstýrinum 1918-1934 og formaður í skúlanevndini í fleiri ár. Hans Marius hevur skrivað sjónleikin "Eina myrking" 1937, skaldsøguna "Hitt ævinliga gonguverkið" 1952 og søgusøvnini "Lívsins rætt" 1952 og "Ein stjørna er tendrað" 1962. Nyholm Debess. Nyholm Debess (føddur 1882 í Havn, deyður í 1952) var ein føroyskur politikari og skald. Hann varð valdur á Føroya Løgting í 1918 fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann var eisini býráðslimur í Havn. Ólavur Michelsen. Ólavur Michelsen (1933 í Øravík). Hann var føddur 16. september 1933 í Øravík, deyður 1. mai 1978, sonur Emil Michelsen úr Tórshavn og Herdis f. Hentze úr Hvalba. Var giftur við Katrin f. Petersen úr Kaldbak. Ólavur tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1958 og var lærari í Fámjin og á Toftum 1958-1959, Sankta Frans Skúla í Tórshavn 1959-1963 og í Tórshavnar Kommunuskúla 1963-1978. Hann var vikarur í Kvívík 1955-1956. Ólavur var blaðstjóri á 14. september 1960-1973 og 1976-1978, var limur í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins 1962-1978, limur í Útvarpsnevndini 1957-1978, formaður 1962-1966 og 1974-1978, býráðslimur 1970-1978, varabýráðsformaður 1973-1978. Mestu tíðina í býráðnum var hann formaður í mentamálanevndini. Hann stovnaði saman við Tummasi Napoleon Djurhuus og Williami Heinesen Rithøvundafelag Føroya og var okkurt skifti formaður. Ólavur hevur skrivað yrkingasavnið: "Lovorð" 1953, "Kirkjusøga" 1961, "Norrøn Gudalæra" 1968, "Kálvur lítli" 1964, "Søgusavnið: Brøgd og Bjørg" 1978 og myndabókina "Rossini á Skoradali", sum Erik Hjort Nielsen myndprýddi. Bókin fekk Norðurlendsku barnabókavirðislønina 1991. Tummas Napoleon Djurhuus. Tummas Napoleon Djurhuus (11. mai 1928 í Kollafirði - 1. august 1971 í Portugal), lærari og skald. Tummas varð føddur í Kollafirði, og hann vaks upp í Kollafirði og í Havn. Hann starvaðist sum lærari, til hann brádliga doyði í bestu árum. Tummas Napoleon, sum í táttayrking nevndi seg "Tonglatummas", skrivaði yrkingar, tættir, gjørdi søguligar ljóðmyndir og var ofta at hoyra í skemtisendingum í útvarpinum. Hansara yrkingar eru ofta inniligar lýsingar av bráðkomnum og viðkvomum kenslum. Johannes Andreas Næs. Johannes Andreas Næs (Flóvin Flekk) (føddur 16. september 1920 á Nesi í Hvalba, deyður 5. juni 2018) var ein føroyskur yrkjari og lærari. Aftan á barnaskúlan var hann fiskimaður í nøkur ár, fór so á læraraskúlan í Havn og tók prógv í 1942. Fyrstu árini var hann vikarur ymsastaðni í Suðuroy, sat í starvi í Porkeri 1944-49, í Vági 1949-62, varð so í 1962 fyribils settur sum skúlaráðgevari í serundirvísing fyri alt landið, fekk fast starv sum slíkur frá 1965. Av mongu álitisstørvum hansara kann nevnast, at hann var nevndarlimur í Føroya Lærarafelag 1959-68, harav formaður í mong ár, og nevndarlimur í útvarps-nevndini 1963-. Longu á ungum árum gav hann út yrkingasavnið»Keldufar«, 1949. Hann nýtti tá dulnevnið "Flóvin Flekk". Í 1959 varð hann av Føroya Landsstýri valdur í Føroya Skúlabókagrunn, formaður frá juli 1966. Hann hevur havt stóra ávirkan á føroyska skúlabóka-útgávu hetta 25 ára skeiðið, sjálvur hevur hann evnað til»Stavkistlar«, 1964,»Orða-talvur og Orðakort«, 1966,»Martin Luther«, 1970, og saman við øðrum skúlafólki hevur hann lagt til rættis kristni-bókarøðina og føroysku lesibókarøðina til fólkaskúlan. Umframt hetta hevur hann verið blaðstjóri á»Sunnudagsblaðnum«1951-78, og hann hevur frá 1951 verið formaður í teimum nevndum, ið lagt hava til rættis útgávu av Heimamissiónssangbókini. Í 2012 gav abbadóttir hansara, Lív Næs út fløguna Keldufar við yrkingunum úr yrkingasavninum hjá Flóvin Flekk (Johannes Andreas Næs). Útgivið. a> gav út fløguna Keldufar í 2012 við yrkingum eftir abba hennara, sum hon og onnur hava gjørt løg til. Slóðir. Næs, Johannes Andreas Óli Dahl. Óli Dahl (føddur 1915 í Funningi, deyður 30. oktober 1992) var ein føroyskur lærari, ritstjóri, blaðstjóri, rithøvundur, barnabókahøvundur og skald. Lærari í Klaksvík, hevur skrivað yrkingar, barnabøkur, serliga við siðsøguligum innihaldi, og eina siðsøguliga skaldsøgu. Fjúrtan ára gamal fór hann til skips og var burtur í 6 ár, hann fór so á Føroya Læraraskúla og tók prógv í 1938. Hann starvaðist sum lærari í Elduvík og Funningsfirði 1945-46, á Viðareiði 1946-53 og í Klaksvík frá 1953, til hann í 1982 legði starvið frá sær vegna aldur. Hann var formaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag í nógv ár og var við til at stovna Klaksvíkar Dansifelag í 1954. Hann er faðir Árna Dahl. Heiður. Dahl, Óli Dahl, Óli Maria R. Mikkelsen. Maria Rebekka Mikkelsen (23. juni 1877 í Havn - 12. februar 1956). Hon var ættað úr Dalólastovu í Havn og hevur tí eisini verið nevnd Maria í Dalólastovu. Í 1898 fór hon til Keypmannahavnar, har hon fyrst arbeiddi í bókahandli og seinni á Ríkisskjalasavninum. Hon gjørdist virkin í Føringafelagnum. Hon hevur yrkt og skrivað nakað, men varð serliga kend sum álitisfólkið, ið hjálpti og eggjaði øðrum, ið skrivaðu. Útgivið. Mikkelsen, Maria R. Mikkelsen, Maria R. Valdemar Poulsen. Valdemar Poulsen (20. apríl 1909 í Havn) barberur og rithøvundur. Hann varð føddur í Havn í 1909, sonur Vilhelm S. Poulsen. Valdemar fekk tann lærdóm, sum Havnar skúli tá hevði at bjóða, eitt viðføri, ið ikki mundi røkka langt, dugdi maður sær ikki sjálvur at byggja omaná og víðka sjónarringin. Hetta dugdi Valdemar og heilt frá ungum av las hann nógv, føroyskt eins væl og heimsbókmentir. Ungur fór hann í handverkaralæru, var eitt skifti niðri í Danmark, kom so heim aftur og setti seg niður sum hárskeri í høvuðsstaðnum. Fyrsta stóra skaldaverk Valdemars er sjónleikurin "Sat sapienti", sum varð framførdur á fyrsta sinni á vári 1958. Heitið er útlendskt, og tað er umhvørvið eisini, leikurin fer fram í. Í 1965 kom annar sjónleikurin "Og tó skínur sólin". Keldur. Poulsen, Valdemar Jóan Christian Poulsen. Jóan Christian Poulsen (23. desember 1881 í Havn - 1970) var ein føroyskur rithøvundur. Jóhanna Maria Skylv Hansen. Jóhanna Maria Skylv-Hansen (17. februar 1877 í Nólsoy - 2. februar 1974) varð borin í heim í Nólsoy í 1877 og var í móðurætt ættað frá Jóannesi í Nýggjustovu, ið var bróðir Nólsoyar-Pálls. Mamman var Pouline Marie Nolsøe (1840-1915), pápin var Thomas Joensen (1835-88), skipari. Hon giftist fýrpassara Anders Hansen, sum varð føddur 28. desember 1875 í Store Havelse, Ølsted, Frederiksborg amt, deyður 28.10.1959 í Tórshavn. Skipað skúlagongd við egnum lærara var í Nólsoy, tá hon var smágenta, og her lærdi hon at lesa, skriva og rokna og so hin kristna barnalærdómin. Sjálv hevur hon á sín eyðkenda livandi hátt greitt frá teimu fyrstu skúlaárunum. Hon gav út bøkurnar Gamlar gøtur I-IV. Í 1967 fekk hon Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens og gjørdist harvið fyrsta kvinnan ið fekk henda heiður. Keldur. Skylv-Hansen, Johanna Maria Jógvan Símun Hansen. Jógvan Símun Hansen (f. 1912 - d. 1986) var ein føroyskur rithøvundur, sum skrivaði yrkisbókmentir. Útgivið. Hansen, Jógvan Símun Hansen, Jógvan Símun Kvørkveggja. Kvørkveggjan (frøðiheiti - "Turdus merula") er nær skyld við óðinshana og líkist honum í vøkstri, men ikki í liti. Steggin er kolsvartur við gulum nevi; bøgan og ungfuglurin eru svart- og brúnflekkut. Velið er langt, og ofta setur hon tað uppeftir. Vetur og vár eru einstakar at síggja í Føroyum. Tað er varugur fuglur, flýgur mest høgt fram yvir jørðini og dámar væl at fjala seg. Fyrst hon er komin, heldur hon seg mest við bøgarðar og úthús. Fær hon góðan frið, verður hon djarvari og kann koma inn millum húsanna. Urtagarðar dámar henni væl, men sjáldan situr hon í trøunum, smýgur mest um niðri á jørð og skavar eftir føði. Í kava kemur hon í køstarnar; bera fólk henni tá molar og eplaflus, verður hon rættiliga spøk. Av allarbestu sangarum er hon; men vit fáa ikki at hoyra hana, tí eftir summarmála rýmir hon av landi. Navn hennara verður sagt so ymist; summstaðni siga tey kverkveggja, summstaðni kvørkviski, og nú eru mong — eftir einari bók — farin at nevna hana rókur, men tað er heilt skeivt; rókur er ein nógv størri fuglur. Útsjónd. Ein av mest skiftandi og ljómvakrastu songunum stavar frá kvørkveggjuni, bert klingandi trøstalát hennara kemur stundum uppímillum. Krunkasvarti steggin við tí bjartgula nevinum situr ovast uppi í einum træ, á einari flaggstong ella á einari rygg-ás, og við songi sínum frøir hann maka sín, ið liggur og bølir, og okkum eisini, tá ið hann sigur hinum kvørkveggjusteggjunum í grannalagnum frá, at øki hansara ikki er tøkt. Útbreiðsla. Og í dag kunnu ikki bert tey, ið búgva í Havn, frøast um hesa ljómandi gleði, men eisini tey, ið búgva í øðrum býum; eisini í fleiri bygdum er hann at hoyra, tí javnt og savnt hevur kvørkveggjan víðkað um øki sítt, síðani hon fór at eiga her á landi í 1940-árunum. Tá kom hon fyrst til Sandoyar, Kunoyar og Havnar. Ógvisliga ódnin í 1988 fór illa við flestu viðarlundunum í landinum og forkom verpingarmøguleikunum hjá teimum fuglum, ið halda til í trøum. Men áðrenn tann ódnin herjaði, var kvørkveggjan farin víðari um, so stovnur hennara var nógv betur fyri enn ein annar trøstur, óðinshanin, ið eftir ódnina nærum hvarv sum búfuglur. Kvørkveggjan er ein av teimum fuglunum, sum fullkomiliga hevur broytt vanar eftir góðari øld. Fyrr var hon styggur skógarfuglur, men so hvørt sum sethúsaurtagarðsmentanin breiddi seg, flutti hon inn, og í dag er hon munandi spakari og ein tann vanligasti fuglurin í Evropa. Hon hevur førkað seg norðureftir og eigur í dag í øllum oyggjabólkunum í Norðuratlantshavi, og enntá í Íslandi hevur hon átt nakrar ferðir. Kavaveturin í Skandinavia ger, at hjá kvørkveggjuni ber ikki til at finna føði og soleiðis hóra undan; um heystið flyta fuglarnir suðureftir og í ein útsynning. Tá hendir seg, at teir koma higar, og onkuntíð um heystið ýður hagin av ymiskum trastum, tí vanliga ferðast kvørkveggjan saman við øðrum trastum, oftast saman við fjallatrastum og óðinshanum. Tá hoyrist eitt annað lát frá kvørkveggjuni, nevniliga ferðalátið, ið ljóðar eins og eitt høgt, glintandi ljóð tjiiiip, og sum líkist ferðalátinum hjá øðrum trastum. Er veturin lýggjur, kunnu trastarnir steðga her í fleiri mánaðir, og tá kunnu teir fara at amast uppi í okkara egnu kvørkveggjum. Tí sjáldan liggur kavi so mikið leingi her, at kvørkveggjan ikki finnur sær føði, og hetta hevur havt við sær, at hon fær verið her alt árið, hon eru vorðin støðufuglar hjá okkum. Kvørkveggjan er løtt at kenna, steggin er svartur, allur sum hann er, við gulum nevi, meðan bøgan er veikari á liti, morreyð, bringan heldur ljósari við deplum, nevið brúnt. Kvørkveggjan er eyðkent trøstaslag, hon hevur hoppandi gongulag og er tung á flognum. Úr nevinum og út á tromina á velinum er hon 24 cm long. Hon byggir sær reiður húsanna millum, t.d. í einum bilhúsi, undir einum takskeggi ella í einum runni. Hon verpur 4 ljós, brúnblettut egg, og góð ár megnar hon at fáa 2 urptir undan. Nærkast ketta ella hundur reiðrinum ella teimum stóru ungunum, hoyrist ávaringarlátið á kvørkveggjuni, eitt máttmikið, hvølt, stutt lát sum tjiokk. Kvørkveggjan livir av reyðmaðki og smákyktum, og vanligt er at síggja kvørkveggju leggja høvdið á skák, so at hon sær reyðmaðkin betur, meðan hon dregur hann upp úr moldini. Hondbóltur í Føroyum. Føroyingar hava spælt hondbólt síðan fyrst í 1920'unum. Tann fyrsta ítróttarhøllin varð tikin í nýtslu í 1969. Talið á ítróttarhøllum er í dag 13. Síðan 1969 er talið av luttakandi kappingarliðum vaksið ómetaliga nógv. Føroysk feløg hava síðan 1972 luttikið í Europa Cup-kappingunum, men eingi av teimum føroysku liðunum eru komin longri enn til 1. umfar. Av teimum 80 landsdystunum, ið Føroyar (menn) hava spælt - tann fyrsti í 1964 - hava Føroyar spælt ein javnleik, tapt 63 dystir og vunnið 16; teir flestu sigrarnir vóru móti bretskum liðum. Fyrr vóru teir flestu landsdystirnir vinardystir, men Føroyar luttaka nú regluliga í bæði HM- og NM-kappingum. Kvinnurnar spældu teirra fyribils seinasta landsdyst í 1980, og tá vóru spældir ikki færri enn átta av íalt 13 landsdystum hjá kvinnunum. HM í Føroyum. 1. februar 1980 varð HM-kappingin í C-bólkinum sett í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Kappróður í Føroyum. Kappróður á Fjarðastevnu 2012, 5-mannafør gentur. Kappróður hevur verið eitt kent fyribrigdi í Føroyum í øldir. Sum frítíðarítrótt gjørdi hann seg rættiliga galdandi í samband við framkomuna av tí nýmótans samfelagnum í fyrru helvt av hesi øld. Kappróður verður vanliga nevndur tjóðarítrótt Føroya. Tað sum eyðkennir ta føroysku róðrar-ítróttina er tað sermerkta sniðið, bátarnir hava. Bæði menn og kvinnur luttaka í kappróðrinum hvør fyri seg. Barnaróðrar hava eisini verið vælumtóktir seinastu árini, og í 2010 gjørdist barna kappróðurin eisini FM róður eins og hjá teimum ungu og teimum vaksnu. Hendan ítróttargrein, sum er summar-ítrótt burturav, er serstakliga væl umtókt, og áskoðaratalið er altíð sera stórt. FM-kappingarnar verða hildnar á teimum mongu summarstevnunum kring landið. Fyrsti róðurin er á Norðoyastevnu í Klaksvík, sum oftast er fyrsta vikuskifti í juni, kappróðurin er leygardag á Norðoyastevnu. Seinasti róðurin er á Ólavsøku 28. juli. Vanligasti teinurin ið róð verður er 1000 metrar. 10-mannaførini rógva tó 2000 metrar har tað ber til. Á Ólavsøku ber ikki til at rógva longri teinar enn 1000 metrar. Børnini rógva styttri teinar. Onkuntíð verður róð í fleiri bólkum, tá verður eisini finaluróður. Hetta er onkuntíð galdandi fyri 5-mannaførini sum eru flest í tali. Kappast verður í bólkum eftir kyni og stødd av báti. Róðursmaðurin kann vera av hinum kyninum. Stevnur í Føroyum við FM kappróðri. Niðanfyri sæst yvirlit yvir tær føroysku bý- og bygdastevnur, sum hava FM kappróður, og nær ið hesar stevnur eru. Mest vinnandi róðrarfeløg í Føroyum. Havnarbáturin er tann báturin, sum hevur vunnið flest FM heitið, 13 ferðir. Havnar Róðrarfelag er mest vinnandi felag, tá man telur FM heitið saman, í alt 60 FM heitið frá 1973 til 2011. Niðanfyri sæst yvirlit yvir kappróðrarfeløg í Føroyum, sum hava vunnið FM heitið. Hagtølini eru frá 1973-2011. Yvirlitið er dagført í juli 2012, áðrenn ólavsøkuróðurin. Skrásetingin av hagtølunum við føstum starti byrjaði í 1973, kappróðurin er tó nógv eldri enn tað. Svimjing í Føroyum. Áhugin fyri svimjing hevur verið sera óstøðugur í Føroyum gjøgnum tíðirnar. Í fyrru helvt av 20. øld var svimjing saman við fimleiki partur av tí tjóðskaparligu kropsmentanini. Í hesum tíðarskeiði vórðu bygdir nógvir uttandura svimjihylar, og svimjing gjørdist partur av frálæruni í skúlunum. Aftaná at 3 nýggjar svimjihøllir við stuttum breytum (25 m hylum) eru tiknar í nýtslu, hevur svimjingin ment seg av nýggjum. Tann størsti meinbogin fyri føroyska svimjing, ið varð alheimsviðurkend í 1980, er, at okkum vantar úrvalssvimjarar. Skulu úrvalssvimjararnir betra úrslit síni, so er neyðugt hjá teimum at fara uttanlands at venja (Danmark, USA); hinvegin minkar hetta um kappingina hjá teimum heimligu svimjarunum. Føroyskir svimjarir luttaka í norðurlendskum svimjikappingum og í Oyggjaleikunum. Fýra føroyskir svimjarar luttóku í OL fyri brekað í Seoul í 2004 og vunnu 7 heiðursmerki (harav eitt gull) av 12 møguligum. R. K. Rasmussen. Rasmus Kristen Rasmussen (f. 8. november 1886 í Pedholt, Århus amt - d. 4. august 1961 í Havn) var borin í heim 8. november 1886 í Pedholt sunnan fyri Árhus í Danmørk. Í 1906 tók hann studentsprógv við Árhus Kathedralskúla og veturin 1914-1915 læknaprógv við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Aftan á at hava búgvið seg betur út á ymsum sjúkrahúsum í Danmark, tók hann á sumri 1920 við læknaembæti við sæti á Eiði, og her kom hann at virka í 32 ár, til hann vegna aldur og við eftirløn legði starvið frá sær og flutti til Havnar at búgva. Her andaðist hann 4. august 1961. "Eiðisdoktari", sum hann vanliga varð róptur manna millum, greiddi úr hondum eina mongd av læknafrøðiligum greinum um heilsuviðurskifti, helst í egnum læknadømi, men eisini í Føroyum yvirhøvur. Kendasta rannsóknarúrslitið man vera illgruni hansara, sum førdi til vissu um upprunan til hina herviligu nátasjúkuna. Eftir er at nevna "Gomul føroysk heimaráð", ritgerðin, sum Føroya Fróðskaparfelag gav út í føroyskari týðing í 1958 og sum tryggjar R. K. Rasmussen Eiðislækna, sess í bókmentasøgu okkara. Rói Patursson. Rói Reynagarð Patursson (21. september 1947 í Havn) varð føddur í Havn í 1947, og har vaks hann upp. Hann fór ungur til skips, arbeiddi og ferðaðist ymsastaðni í Evropa. Fór so aftur á skúlabonk og tók útbúgving á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í heimsspeki. Í mong ár var hann skúlastjóri á Føroya Fólkaháskúla. Rói er serliga kendur fyri sínar yrkingar, men hevur eisini skrivað stuttsøgur og ritroyndakendar prosastubbar. Í sínum yrkingum ferðast hann millum náttúru og menniskja, barnið og tann vaksna heimin, tað innara og tað ytra landslagið. Hann flytur seg frá tí persónliga og kensluborna til tað politiska og samfelagsliga. Í 1986 fekk Rói Patursson norðurlendsku bókmentavirðislønina í føgrum bókmentum fyri yrkingarsavnið „Líkasum“ 1985. Yrkingin "Meðan áin rann" er úr navnleysa yrkingasavninum, hansara fyrsta, sum kom út í 1969. Útgivið. Patursson, Rói Reynagarð Patursson, Rói Reynagarð Patursson, Rói Reynagarð Føroyski tjóðbúnin. Føroysku klæðini, ella føroyski búnin, sum tey eisini verða nevnd, hava í dag sera góða undirtøku millum fólk. Nógvir føroyingar eiga síni egnu klæði og eru í teimun til alsyns høvi. Til føroyskan dans, eru fólk oftani í føroyskum klæðum, eisini til ávísar hátíðarløtur og ikki minst á ólavsøku. Trupult er at tíðarfesta, nær siðurin við føroyskum búnum hevur tikið seg upp. Vanligt hevur verið í Føroyum at kvinnur vóru í ullintum, vovnum skjúrti og menn í kvarðabuksum úr vaðmali, ullintum hosum osfr. Ì tilfari og sniði mintu klæðini um tey, sum vit í dag nýta til tjóðbúnan, men upprunaliga vóru tey hvørki nýtt ella fatað sum tjóðbúnar. Í 19. øld kom tó ein skilnaður millum klædnabúnan hjá fólki, klæðini vóru skild ímillum donsk og tey meira siðbundnu klæðini. Donsk klæðir vóru klædningar og kjólar keyptir uttanifrá. Handilssambandið tá var gjøgnum Kongaliga einahandilin og harvið Danmark, klæðini vóru tí rópt "donsk klæðir", hóast tey kundu verða allastaðni frá. Svabo fýlist longu síðst í 1700 á, at kvinnurnar í Føroyum alsamt leggja seg eftir øðrum klæðum og lata seg í kjólar úr útlendskum tilfari: Fruentimmeret i Færøe synes mere, end Mandfolkene, at forlade gamle skikke ihenseende til Klædedragten. (Jens Christian Svabo, 1782) Síðst í 1800 tekur tjóðskaparrørslan seg upp millum føroyingar. Um sama mundið eru ábendingar um, at vanligari verður at nýta føroysk klæðir, tað við siga klæðir, sum mintu um tey gomlu siðbundnu, men nú komi fram í øðrvísi hami og vóru nýtt til ávís høvi. Føroysku klæðini hava, eins og tjóðbúnar í mongum øðrum evropeiskum londum, uppruna sín í gerandisbúnanum miðskeiðis í 19. øld. Nógv eru tey, ið eiga føroysk klæði og nýta tey í veitslulag, á stevnum og tá dansað verður. Hesi seinastu árini er líkt til, at áhugin hevur verið vaksandi fyri føroyskum klæðum, serstakliga millum ungdómin. Stakkur. Stakkurin hevur verið veitslubúni, serstakliga brúðarkjóli, í øldir. Lucas Debes nevnir hann í 1673. Í gomlum døgum vóru tað tær ríkastu bóndakonurnar, ið áttu stakk. Hann gekk í arv, so gentur í fleiri ættarlið giftust í sama stakki. Stakkurin, sum er síður heilur kjóli, verður seymaður av himmalbláum, skarlaksreyðum ella grasgrønum klæði, meira sjáldan, sum í hesum føri, av svørtum klæði. Í dag verður mangan silki brúkt til stakk. Skjúrtið er lagt í faldar, lívið verður seymað við flundruryggi. Ermamar eru langar og trongar við lítlum uppslagi og pípaðari blondu framman. Stakkabróstið og uppsløgini hava annan lit enn kjólin, í hesum føri eru tey reyð. Til stakkin hoyra silkikragi og silvurbelti ella floyalsbelti við áseymaðum silvurplátum. Annar beltisendin, ið kann vera prýddur við silvuri, sproti, hongur nakað niður. Stakkastásið er maljur, stimi og stór ferhyrnt stakkanál við hangandi bløðum, ið verður fest gjøgnum hálsklútin og bróstið. Á høvdinum ber hon vanliga krúnu ella annað ennisprýði. Í mong ár var heldur sjáldsamt at síggja stakk, men nú tykist sum áhugin fyri hesum stásiliga búna er vaksandi. Sjóstúka. Sjóstúkan er kníggjalangur, síður svartur vadmalsfrakki (kjóli), sum hevur uppruna sín í gerandisbúna hjá monnum fyri 150-200 árum síðan. Miðskeiðis í 19. øld varð sjóstúkan stásbúni. Plaggið er seyraað við liðageira, bakið er skorið úr einum stykki, ermarnar eru víðar í erva, sneiddar í neðra við stuttum skarði og einum knappi. Sjóstúkan hevur svartar knappar, stimaknapparnir eru úr silvuri. Saman við sjóstúku er vanligt at nýta hvítar hosur og spenniskógvar. Stavnhetta. Stavnhetta var hildin vera tignarligur høvuðbúni, og tað vóru serliga stórbøndur og aðrir mætir menn, ið gingu í sjóstúku undir stavnhettu. Í 1930-árunum plagdi løgtingsformaðurin, og í 1950-árunum løgmaður, at vera í hesum hábærsliga búna, tá løgtingið varð sett á Ólavsøku. Sigast má, at hetta riggaði sera væl. Sjóstúka og stavnhetta eru oftari at síggja nú enn fyri nøkrum árum síðan, men heldur sjáldsamur má búnin kortini sigast vera. Kári Leivsson. Kári Leivsson (22. august 1950 í Havn), (fyrr: "Petersen") skaldanavn Kári P., er føroyskur sangari, guitarleikari, sangskrivari og tónasmiður. Hann er útbúgvin sálarfrøðingur. Kári tók studentsprógv í Hoydølum í 1970 og arbeiddi síðani sum blaðmaður, sjúkrarøktari, húsasmiður, týðari og mangt annað. Í 1995 fekk hann embætisprógv sum sálarfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur búleikast í Danmark, Íslandi og Noregi umframt í Føroyum. Kári P. er gitin í Føroyum fyri sín nýmótans fólkatónleik. Yrkingarnar smæðast ikki burtur, og boðskapur teirra kemur uttan stórvegis trupulleikar á rætta pláss. Tvær fløgur eru tað blivnar til av Kára P., Vælferðarvísur og Hinumegin Ringvegin. Á fløguni Hinumegin Ringvegin hoyra vit Kára P. saman við Tórshavnar Manskóri við lagnum "Skygni". Hann fekk M. A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir í 1995. Útgivið. Kári er serliga kendur fyri sínar sangir á teimum báðum plátu-og fløguútgávunum ”Vælferðarvísur” og ”Hinumegin Ringvegin”. Við Debess & Petersen. Debess & Petersen vóru Per Debess og Kári Petersen (nu Kári Leivsson). Slóðir. Leivsson, Kári Leivsson, Kári Hanus Kamban. Hanus Kamban (25. juni 1942 í Saltangará sum Hanus Andreassen, navnskifti 2000) er millum bestu stuttsøguhøvundar okkara. Fyrsta stuttsøgusavn hansara "Dóttir av Proteus" bar beinanvegin boð um ein høvund, sum hevði víðan sjónarring og sum hevði sett seg inn í tilverulig viðurskifti, bæði sosialt og í tíð. Stuttsøgusøvn Hanusar eru dygdarsøvn og hansara næru og livandi lýsingar av vanligum menniskjum og teirra gerandisítrivum er skaldskapur, tá hann er bestur. Størsta verk Hanusar er eitt tribindverk um skaldið Janus Djurhuus. Við sínum neyvleika og nærlagni hevur Hanus skapt eina dygga lýsing av skaldinum og menniskjanum Janusi Djurhuus. Keldur. Kamban, Hanus Guðrið Helmsdal. Guðrið Helmsdal Nielsen (26. februar 1941) er ein føroyskur rithøvundur, skald. Hon er móðir Rakel Helmsdal, rithøvunda. Guðrið búði í Føroyum tey fyrstu 12 árini, síðan flutti hon við foreldrum sínum til Danmarkar at búgva, og har búði hon til hon sum 26 ára gomul flutti heim aftur til Føroya. Hon byrjaði at yrkja sum 13 ára gomul. Fyrstu yrkingar hennara, sum komu út alment, vóru prentaðar í føroyska tíðarritinum í Danmark, Oyggjaskeggi, í 1958. Fyrsta yrkingasavn hennara "Lýtt lot", sum kom út í 1963, var fyrsta modernistiska yrkingasavn á føroyskum og somuleiðis fyrsta yrkingasavn eftir eina kvinnu á føroyskum. Annað yrkingasavn hennara "Morgun í mars" kom út í 1971 og er yrkt bæði á føroyskum og donskum. Keldur. Helmsdal, Guðrið Helmsdal, Guðrið Gunnar Hoydal. Gunnar Hoydal (føddur 12. september 1941 í Keypmannahavn, deyður 15. apríl 2021) var føroyskur rithøvundur og arkitektur. Lívsleið. Gunnar Hoydal varð føddur í Keypmannahavn í 1941, men vaks upp í Klaksvík og í Havn. Hann fór ungur til Danmarkar at ganga í skúla, og í 1967 var hann útbúgvin arkitektur. Í 1972 var hann settur í starv sum býararkitektur í Tórshavn, og røkti hann hetta starv í mong ár. Gunnar hevur skrivað og givið út yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur, leikir, ferðafrásagnir, listabøkur, ritroyndir og sangir, sum systirin Annika Hoydal syngur. Evnisvalið spennir víða – frá tí kensluborna til tað satiriska, frá tí persónliga til tað samfelagsliga. Gunnar hevur verið sera virkin á mentanarøkinum. M.a. hevur hann verið formaður í Rithøvundafelag Føroya, formaður í Listafólkasambandinum (LISA), limur í Mentunargrunni Løgtingsins, formaður í Fjølriti og Arkitektafelag Føroya. Umframt at skriva hevur hann eisini týtt útlendskar bókmentir til føroyskt. Í 2011 kom bókin Huckleberry Finn eftir Mark Twain út á føroyskum, Gunnar hevði týtt til føroyskt. Keldur. Hoydal, Gunnar Andreas Frederik Djurhuus. Andreas Frederik Djurhuus, róptur "Andreas Post" (3. august 1906 í Vági - 5. juni 1984 har), var postavgreiðslumaður í Vági og løgtingslimur (Sambandsflokkurin). Djurhuus, Andreas Frederik Martin Næs. Martin Næs (9. juli 1953 í Vági), fyrrverandi landsbókavørður, tónleikari og rithøvundur. Martin var føddur í Vági í 1953, men flutti til Havnar trettan ára gamal. Hann er útbúgvin bókavørður og er landsbókavørður á Føroya Landsbókasavni. Martin hevur verið virkin innan mentanarlívið. Hann hevur m.a. verið nevndarlimur og formaður í Rithøvundafelag Føroya. Martin hevur givið út yrkingasøvn, barnabøkur, skaldsøgu og greinasavn. Eisini hevur hann týtt, serliga úr íslendskum máli. Hann lýsir m.a. náttúruna, barnalyndið og samskiftið millum menniskju. Yrkingarnar 8 og Bláur himmal eru úr savninum „Úr,“ sum kom út 1979. Kelda. Næs, Martin Næs, Martin Bjarni Niclasen. Bjarni Niclasen (2. mai 1919 í Kunoy - 12. juli 1980), læraraskúlalærari á Føroya Læraraskúla. Komin til mans var hann fiskimaður eitt skifti, fór so á Føroya Læraraskúla og tók prógv har í 1946. Eitt skifti var hann lærari ymsastaðni í Danmark, flutti so heim aftur til Føroya í 1956 og gjørdist lærari við Tórshavnar millum- og realskúla. Í 1962 gjørdist hann lærari, á Føroya Læraraskúla, og her starvaðist hann, til hann vegna sjúku legði arbeiðið frá sær miðskeiðis í sjútiárunum. Hann doyði í 1980. Niclasen var virkin skúlabókahøvundur, sum skrivaði lærubøkurnar "Rúmdin", 1961, "Evnafrøði", 1963, og "Alisfrøði 1-3" 1979-1982. Umframt legði hann úr hondum mikið týðaraverk. Fornsøgur høvdu hansara stóra áhuga, og hann flutti yvir á føroyskt "Heimskringlu", ið kom í trimum bindum 1961-1964, "Laksdøla søgu", 1965, og "Njáls søgu", 1966: har umframt týddi hann víkingaskaldsøguna "Ormur Reyði 1-2", 1978-1980, og gitnu skaldsøgu William Heinesens "Den sorte gryde", sum á føroyskum fekk heitið "Í Sortanum", 1975. Heiðurslønir. Niclasen, Bjarni Niclasen, Bjarni Eyðun Andreassen. Eyðun Andreassen (27. februar 1945 í Skúvoy) er professari og fólkaminnisfrøðingur, tjóðminnafrøðingur. Heiðursrit. Í 2005 varð heiðursrit útgivið honum til heiðurs. Tað var bókin Eyvinur, Heiðursrit til Eyðun Andreasen, sum Anfinnur Johansen, Jens Cramer og Malan Marnersdóttir hava ritstjørnað. Føroya Fróðskaparfelag gav bókina út. Heðin M. Klein. Heðin Magni Kristin Súni Klein (* 28. februar 1950 við Gjógv) lærari, yrkjari og politikari. Heðin var føddur á Landssjúkrahúsinum í Havn í 1950, vaks upp við Gjógv. Hann fór til Havnar at ganga í skúla 15-ára gamal og tók læraraprógv í 1972. Heðin hevur í mong ár starvast sum lærari, fyrst á Sandoyar Meginskúla 1972-1983, flutti síðan til Havnar, har hann var lærari á Eysturskúlanum frá 1983 til 1998. Frá 1998 til 2004 starvaðist hann sum dagligur leiðari í Føroya Skúlabókagrunni (Nám), síðan 2004 hevur hann aftur starvast sum lærari í Eysturskúlanum. Heðin hevur verið virkin innan mong øki. Hann hevur sitið í bygdaráði, á løgtingi og í landsstýrinum umboðandi Tjóðveldisflokkin. Hann hevur verið í nevndini og verið formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum, í nevndini fyri Skúlabókagrunnin og í nevndini og formaður fyri Rithøvundafelagið (1994-97 og 2006-07). Heðin hevur skrivað og givið út nøkur yrkingarsøvn. Eisini hevur hann lagt útgávur til rættis, týtt og ummælt. Í sínum yrkingum lýsir og viðger Heðin m.a. náttúruna, mannalyndi og eksistensiellar spurningar. Yrkingin Onkuntíð er úr savninum „Væmingar og vaggandi gjálv,“ sum kom út í 1969. Summar yrkingar hansara eru tolkaðar á øðrum málum, eitt nú á íslendskum, nýnorskum, donskum, enskum, týskum, svenskum, russiskum, finskum, italskum og serbo-kroatiskum. Keldur. Klein, Heðin M. Jørgen M. Olsen. Jørgen M. Olsen (f. 14. august 1912) var vágbingur. Hann og konan vóru ofta úti á Vágsfirði í báti og hugdu niður á botn gjøgnum ein serligan kaga. Tey funnu m.a. útav, at sildin svav við høvdinum niðureftir. Hann gav út bókina Náttúrunar børn í 1982. Jørgen hevði biograf í Vági í fleiri ár. Jørgen druknaði á Vágsfirði einaferð í 1980-árunum. Keldur. Olsen, Jørgen M. Eyðun Johannessen. Eyðun Johannessen (føddur 28. apríl 1938 í Havn) er føroyskur sjónleikari og leikstjóri. Børn hansara Annika Johannessen og Olaf Johannessen eru eisini sjónleikarar. Eyðun ferðaðist runt við Arto í Føroyum í 1957. Hann lærdi til sjónleikara 1958-60 á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn og á "Odense Teaters Elevskole", umframt at hann var lestrarferðir í Warszawa, Berlin og London. Í 1960'árunum stríddist hann fyri at betra um viðurskiftini hjá sjónleiki og sjónleikarum í Føroyum, hann var leiðari fyri Sjónleikarhúsið í Havn og stríddist fyri at seta á stovn ein tjóðpall í Føroyum. Í 1970 gjørdist hann leikstjóri, sjónleikari og lærari í drama á sjónleikaraskúlanum í "Århus Teater". Hann stovnaði Føroya fyrsta yrkissjónleikarahóp Grímu í 1977, eftir at hann hevði verið virkin yrkissjónleikari, leikstjóri og dramalærari í sjónleikarhúsinum í Århus, Århus Teater, í fleiri ár. Hann var rektari á sjónleikaraskúlanum í Århus 1979-86. Árini 2000 til 2004 búði hann aftur í Føroyum, har hann stjórnaði Grímu. Eyðun Johannesen hevur mest verið virkin á palli í sjónleikarhúsum, men hann hevur eisini roynt seg sum filmsleikara í eitt nú donsku sjónvarpsrøðini Rejseholdet 1983-85. Ólavur Heilagi. Ólavur II (Haraldsson) hin Heilagi ("Oláfr hinn helgi") (995 - 29. juli 1030) var kongur í Noregi 1015 - 1028. Ólavur Heilagi er verndarhalgimenni hjá Føroyum, Noregi og Álandi. Dánjal Pauli Michelsen. a> - Dánial er fyrstur frá vinstru. Dánjal Pauli Michelsen (13. januar 1855 - 22. apríl 1934) varð bóndi í Miðvági og tingmaður hjá Sjálvstýrisflokkinum. Dánjal Pauli er faðir at navnframa sálmaskaldinum Mikkjal á Ryggi. Lerwick. Lerwick (skotskt gæliskt: "Liùrabhaig"), grundlagdur uml. 1653, er størsti býur og høvuðsstaður í Hetlandi. Har búgva umleið 7.070 fólk. Lerwick er norðasti býur í Skotlandi. Skansin "Fort Charlotte" ið varð bygdur í 1665 er navngivin eftir drotningini hjá Georg 3 kongi, og er ein av best vardu skansunum í Skotlandi. Navnið kemur av norrønum: "Leirvík". Úr Lerwick er ferjusamband til Aberdeen á skotska meginlandinum og Kirkwall í Orknoyggjum (NorthLink Ferries) og til smærru oyggjarnar Bressay og Out Skerries. Í nøkur ár sigldi Smyril Line uppá Lerwick, men økonomiskt grundarlag var ikki fyri hesi sigling. Jógvan Poulsen. a> - Jógvan er triði frá vinstru. Jógvan Poulsen (føddur 19. februar 1854 við Svínáir, doyði 21. januar 1941 á Strondum) var ein føroyskur lærari, rithøvundur og politikari (Sambandsflokkurin). Hann var sonur Birgithe (fødd Thomasdatter) og Poul Joensen. Foreldur hansara komu upprunaliga úr Funningi og av Eiði, men settu búgv við Svínári, ið tá var ein ung niðursetubygd. Hann var lærari í Sjóvar sókn og tingmaður hjá Sambandsflokkinum. Frá 1876 - 1917 helt hann skúla á Strondum, Skála og Selatrað. Hann útgav "Förisk ABC og lesingabók", eitt læruverk í føroyskum máli saman við C.L. Johannesen í 1891, men hetta gjørdist skjótt ikki í trá við nýggju rættskrivingarreglurnar hjá V.U. Hammershaimb, ið vóru samtyktar at vera galdandi, eftir at bókin varð komin út. Óli Niklái Skaalum. a> - Óli er fjórði frá vinstru. Óli Niklái Skaalum (29. apríl 1849 - 29. januar 1924) varð lærari í Hvalba og tingmaður hjá Sambandsflokkinum 1906 - 1916. Hann var útbúgvin lærari í 1872. Hann undirvísti í Sandvík til 1909 og síðan í Hvalba. Føroya Lærarafelag. Føroya Lærarafelag varð stovnað í 1898. Í 1956 stovnaði Føroya Lærarafelag "Bókadeild Føroya Lærarafelags" sum hevur givið út nógvar fagurbókmentir, serliga til børn og ung. Poul E. Petersen. Poul E. Petersen (29. august 1901 í Sørvági - 25. apríl 1977) var lærari. Útgivið. Hann skrivaði fleiri bøkur til skúlabrúks, sum vóru útgivnar av Føroya Lærarafelag/Skúlabókagrunninum. Ítróttasamband Føroya. Ítróttasamband Føroya varð stovnað 4. apríl 1939. Ítróttasamband Føroya verður eisini ofta nevnt við styttingini ÍSF. Marius Johannesen. Marius Theophilus Johannesen róptur Marius á Háskúlanum (5. mars 1905 í Funningi - 16. juli 1986 í Tórshavn) var ein føroyskur lærari, politikari, rithøvundur og ritstjóri. Fjúrtan ára gamal fór hann til skips og var í fýra ár sjómaður, til hann í 1923 fór á læraraskúla í Havn, har hann tók prógv í 1926. Sama ár varð hann settur í starv við skúlarnar í Mikladali og á Trøllanesi, her starvaðist hann, til hann í 1953 varð settur sum fyristøðumaður á Føroya fólkaháskúla, eitt starv hann røkti, til hann vegna aldur og við eftirløn legði frá sær í 1970. Marius hevur røkt mong álitisstørv innan føroyska skúlaverkið, formaður Føroya Lærarafelags var hann 1942-1953 og seinni aftur stjórnarlimur eitt skifti, blaðstjóri á Skúlablaðnum 1942-1967. Hann hevur eisini tikið lut í politikki sum løgtingsvalda umboð Sjálvstýrisfloksins í Suðurstreymoy tey bæði valskeiðini 1958-1966 og sum blaðstjóri á Tingakrossi drúgt áramál. Marius hevur sjálvur skrivað og eisini lagt til rættis hóp av bókaútgávum: Føroyska fólkaskúlanum skrivaði hann lærubøkurnar "Skrivligt føroyskt 4-5. skúlaár", 1952, og "6.-7. skúlaár", 1954. Hann hevur skrivað barnabókina "Nósi kjósagrái", 1975, "Jólabókina" 1975, "Eitt sindur um Kalsoynna", 1976, "Megnarmenn og -kvinnur", 1979, "Føroysk barnaspøl", 1979. Heiðurslønir. Johannesen, Marius Johannesen, Marius Poul Petersen. Poul Petræus Johan Sigurd Daniel Olaf Petersen (3. september 1901 í Funningi - 7. januar 2001 í Funningi) var løgfrøðingur. Hann varð valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Eysturoy. Heiðurslønir. Petersen, Poul Petersen, Poul Jacob Lindenskov. Jacob Lindenskov (f. 10. juni 1933 í Havn, d. 18. august 2018 í Havn), var deildarstjóri og politikari fyri Javnaðarflokkin. Hann var sonur Johannes Edvard Lindenskov og Biritu Lindenskov (f. Joensen). 10. mai 1961 giftist hann við Jónu Lindenskov (f. Jacobsen) úr Fuglafirði, tey fingu trý børn Elin, Biritu og Eirikur Lindenskov. Sunleif Rasmussen. Sunleif Rasmussen stjórnar Ólavsøkukórinum og tónleikarum á Tinghúsvøllinum, til frumframførsluna av Ólavsøkukantatuni 2009, sum Sunleif hevur komponera. Sunleif Rasmussen (19. mars 1961 á Sandi), føroyskt tónaskald. Sunleif Rasmussen hevur síðan 2002 verið kórleiðari í kamarkórinum Tarira, sum varð sett á stovn sama ár. Keldur. Rasmussen, Sunleif Rasmussen, Sunleif Rasmussen, Sunleif Edward Mitens. Edward Esbern Mitens (føddur 30. november 1889 á Tvøroyri – doyði 3. juni 1973 í Havn), cand. jur. 1912, navnaskifti frá Mortensen 1923, landsrættarsakførari, Sjálvstýrisflokkurin. Edward Mortensen, sum í 1923 fekk sær eftirnavnaskifti til Mitens, varð føddur á Tvøroyri 30/11-1889. Ungur kom hann í 1901 til Havnar at ganga í realskúla, haðan hann tók prógv í 1905. Úr Havn gekk leiðin niður á Sorø lærda skúla, har hann tók studentsprógv í 1907. Beinanvegin tók hann upp løgfrøðislestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn, og hann tók prógv sum cand. jur. Í 1912. Aftan á lokið prógv las hann eitt stutt skifti á lærda háskúlanum í Oxford í Onglandi, var aftur í Keypmannahavn nakrar mánaðir og kom so í 1913 til Føroya; her arbeiddi hann fyrst sum sýslumaður, so sum sakførarafulltrúi, frá 1924 sum sakførari og frá 1934 sum landsrættarsakførari. Blaðungur kom hann upp í politikk. Hann sat á fólkatingi 1915-18 og á løgtingi umboðandi Sjálvstýrisflokkin í Suðuroyar valdømi frá 1916 til 1939, tvey skeið 1928-31 og 1936-39 var hann tingformaður. Í 1939 varð hann settur í nýskipaða starvið sum skrivstovustjóri løgtingsins, og í hesum starvi sat hann, til hann legði frá sær vegna aldur, tó burtursæð frá tíðarskeiðinum 1954-58, tá hann sat í landsstýrinum umboðandi Sjálvstýrisflokkin. Í landsstýrinum umsat hann mentanarmál og var íðin talsmaður fyri stovnsetan av føroyskum útvarpi. Mitens var eisini bókmentahugaður maður; hann skrivaði í 1916 stuttan bókling um lívssøgu og virki V.U. Hammershaimbs, og seinni legði hann til rættis minningarrit um Fríðrik Petersen og Rasmus Effersøe. Høvuðsútgávuverk Mitens man vera Føroyskt lógsavn. Umfatandi serstakar føroyskar lógir og administrativar fyriskipanir 1687-1953, 1953, við uppískoyti 1959, sum fevnir um tíðina 1953-59. Hjálparmaður hansara var Chr. Lørup Sørensen. Manna millum man kendasta verk hansara vera endurminningarrøðin Eg minnist, 1960-69, um barnaárini, skúlaog læruárini, tíðina sum sýslumaður, fólkatingsmaður og sakførari, løgtingsmannaárini 1946-39 og tíðina sum skrivstovustjóri løgtingsins. Sámal Petersen. Sámal Petersen (f. 3. juli 1904 i Klaksvík, d. 7. oktober 1976) var lærari og politikari fyri Sjálvsstýrisflokkin. Sámal Petersen umboðaði Sjálvstýrisflokkin på Løgtingi frá 1957 til 1966, og var løgtingsformaður frá 1963 til 1966. Seinni var hann landsstýrismaður í kommunu-, mentanar- og skúlamálum frá 1967 til 1972. Hann var býráðslimur í Klaksvíkar kommunu 1939–1951 og 1959–1962, og var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu 1939–1943, 1949 og 1959–1961. Hann var útbúgvin lærari frá Haslev seminarium í 1928, og arbeiddi síðani sum lærari í Klaksvík til 1971. Jenis av Rana. Jenis Kristjan av Rana (føddur 7. januar 1953 í Trongisvági) er ein føroyskur lækni og politikari fyri Miðflokkin. Jenis hevur læknaprógv frá 1983 og hevur verið kommunulækni í Tórshavn síðan 1995. Hann hevur verið løgtingsmaður fyri Miðflokkin síðan 1994, og býráðslimur í Tórshavn 1993–1996. Hann var limur í Marknaðarnevnd og Arbeiðaramálanevnd Løgtingsins 1994–1998, og hevur verið limur í Uttanlandsnevnd Løgtingsins síðan 1998. Floksformaður 1994–1997 og frá 2001. Formaður í Hjálparlæknaráð Føroya 1989–1995, nevndarlimur í Læknafelag Føroya 1989–1995. Týdningarmiklir føroyingar. Tónleikarar og tónasmiðir. "Sí eisini:" Tónleikur í Føroyum. Politikarar. "Sí eisini:" Løgmenn í Føroyum, Løgtingsformenn í Føroyum Russland. Russland er eitt sambandsríki í Evropa og Asia. Russland er verðins støsta land og hevur umleið 143 mió íbúgvar. Høvuðsstaður er Moskva og londinum hevur mark við 14 lond: Noreg, Finnland, Estland, Litava, Hvítarussland, Lettland, Pólland, Ukreina, Georgia, Aserbadjan, Kasakstan, Kina, Mongolia og Norðurkorea. Søga. Fyri nøkrum árum síðan var Russland høvuðslandið í mikla kommunistaríkinum Sovjetsamveldinum. Tá ið kommunisman fall í 1991, lýstu stórir partar í Sovjetsamveldinum seg sum fræls ríki. Stjórnin í nýggja Russlandi roynir nú at laga landsins stýri til fólkaræði og umskipa og evna búskapin eftir vesturlendskum leisti. Russland áðrenn kommunismuna. Áðrenn kommunistarnar tóku valdið í Russlandi, var tað eitt keisaraveldi, har Zarurin stýrdi. (Ein zarur: ein russiskur keisari). Í 1894 til 1917 ráddi Nikolaj t. 2 zarur í Russlandi. Zarurin var einaræðisharri í landinum, og soleiðis hevði verið síðan 1547, við tí fyrsta keisaranum Ivan 4. Í 1897 var Zar-veldið mett til at fevna um eini 1,8 milliónir limir. Flestu av hesum vóru góðseigarar, embætismenn og heryvirmenn. 90% av íbúgvunum búðu á bygd í bóndafamiljum, sum góðseigarar áttu og kundi gera við, hvat teimum lysti. 75% av íbúgvunum dugdu ikki at lesa, tí at tey ráðandi vóru bangin fyri, at tað fór at ávirka hugburð fólksins. Russland gerst ídnaðarland og jarnbreytirnar í Russlandi. Tey ráðandi royndi fyrst at fáa gongd í ídnaðin í 1890’unum. Russland hevði góðar møguleikar fyri ídnaði, tí har fanst nógv ymiskt tilfeingi, sum kol, jarn og olja. Ein týðilig forðing fyri ídnaðarvøkstri var, at tað var trupult at flyta vøru úr einum staði í annað. Av hesi orsøk var avgjørt at byggja fleiri jarnbreytir, sum til dømis Tann Transsibiriska jarnbreytin, ið er úr Moskva til Vladivostok í Sibiria. Hendan var liðug í 1916, og er heimsins longsta. Tær skuldu harumframt eisini gera tað møguligt, at leggja eitt øki í Kina undir seg, at fáa fólk til at flyta til Sibiria at grava eftir málmi. Frakland veitti Russlandi lán til jarnbreytirnar, men tað vóru mest bøndurnir sum goldu fyri tær. Við tí nýggja ídnaðinum, komu fleiri fólk at arbeiða, og lívskorini vórðu betur, hóast verkafólkið enn hvørki slapp at stovna verkamannafeløg ella fara í verkfall. 1917 – kollveltingin eydnast. Undir fyrra heimsbardaga, var Russland millum annað í kríggj við Týsklandi. Á várið 1917, tá kollveltingin byrjaði, verður mett, at Russland longu tá hevði eitt tap uppá 7 mió. hermenn sum antin vóru falnir, særdir ella tiknir til fanga. Orsøkirnar til hendan stóra sorgarleikin eru tvær; tey høvdu ikki nóg góðan førleika og ein stórur manglandi dugur á krígsførslu. Hin orsøkin er, at tey høvdu ikki tíðarhóskandi amboð til samband sínámillum og ei heldur nóg góð vápn, nóg nógva føðslu, klæðir o.s.fr. Frá 1915 hevði Zarin persónliga leiðsluna av. Vanlukkurnar seinnameiri sóu fólkið sum ábyrgd Zarins. Fólkið misti myndugleikatrýgv til Zarin, og tey liðu hungursneyð og vóru køld. Fleiri bøndur vóru tiknir í herin, og kornframleiðslan minkaði. Tað viðførdi hungursneyð í landinum. Støðan gjørdist rættiliga hættislig, tá ið allur jarnbreytaflutningarnar steðgaði. Februarkollveltingin. Í 1916 vóru yvir ein mió. arbeiðarar í verkfalli. Í mars 1917 kom mongdin av fólkum, ið vóru í verkfalli, í hæddina. Lívskorini gjørdist verri, tí alt breyð var uppi, og uppreistur brast á. Verkføllini og uppreistrinum vóru spontan, men eftir nakrar dagar, stovnsettu bøndurnir, ið vóru í verkfalli, og hermenninir eitt felag. Herleiðslan gav hermonnunum boð um, at seta seg upp ímóti uppreistrafjøldini og skjóta teir. Ístaðin skutu hermenninir yvirmenninar og fóru uppí uppreisturin. Eftir fáum døgum, hevði Zar-stýrið mist tamarhaldið á fólkinum. Nikolaj t. 2. noyddist at abdisera, tvs. hann fór frá valdinum. Bolsjevikkar taka ræðið. Ymiskir politiskir flokkar vórðu loyniliga settir á stovn undir Zar-stýrinum, harímillum Bolsjevikkaflokkurin. (Bolsjevik=meiriluti). Flokkurin varð stovnaður av Vladimir Iljitsj Uljanov, betri kendur sum Lenin, ið er hansara dulnavn. Hann hevði ætlanir, um at drepa zarin, men tað týdningarmesta helt hann vera, at stovna ein flokk, ið setti limunum strong krøv, so flokkurin gjørdist betri førur fyri at megna at kollvelta samfelagið. Lenin hevði ætlanir um, at kollvelta allan heimin, og vildi byrja við sosialistisku kollveltingini í Russlandi. Tað helt hann vera skilagott, tí hann var vísur í, at fólkið hevði fingið ein annan politiskan hugburð aftaná februarkollveltingina. Hann megnaði at sannføra Bolsjevikkaflokkin til sín framtakshugaða politikk. Í 1917 var Bolsjevikkaflokkurin einans ein lítil flokkur á uml. 25.000 limir, men í 1917 var limatalið økt til tað tíggjufaldaða, við slagorðunum: “Friður, jørð og breyð”. Flokkurin hevði meirilutan í teimum týdningarmestu sovjettunum (ráðum). Stjórnin við Lenini á odda varð tilnevnd, og har vóru millum aðrar eisini Trotskij og Stalin í. Valið til nýggja tjóðartingið hilnaðist illa hjá flokkinum, tí teir fingu bert ein fjórðing av atkvøðunum. Aðrir sosialistiskir flokkar fingu meira, men Lenin noktaði at leggja frá sær valdið, og í januar 1918 tók hann tjóðartingið av, og gjørdi, at aðrir flokkar vórðu bannaðir. Landafrøði. Russland, ið er størsta land í heiminum, er í tveimum heimspørtum (Evropa og Ásia) og er um næstan hálva jørðina. Av tí at veðurlagið er bítandi kalt, og náttúra og landslag eru soleiðis lagað, at ikki ber til hjá fólki at búseta seg nógvastaðni, er hetta stóra ríkið ógvuliga strálbygt. Men soleiðis er ikki allastaðni, í vestara og syðra parti er nógv fruktagóð jørð, og víða um í ríkinum eru mong steinsløg í jørðini og ovurstórt náttúrutilfeingi. Uralfjøll eru mark ímillum evropeiska og ásiatiska partin í Russlandi. Tveir triðingar av fólkinum, 100 milliónir, búgva vestan fyri Uralfjøll. Mesta fólkið í evropeiska partinum í Russland býr í stórum býum, til dømis Moskva (høvuðsstaði landsins) og St. Pætursborg ella á víða slættlendinum fram við Volga. Nógv steinsløg eru í undirgrundini. Mesti landbúnaðurin í Russlandi er eisini evropeiskumegin, fyri norðan verða dyrkað hveiti og onnur kornsløg, fyri sunnan, har lýggjari er, verða dyrkað tubbak, aldinfrukt og mangt annað. Russland er tað kaldasta landið í øllum heiminum. Í mestsum øllum Siberia, ið er russiski parturin í Ásia, er bítandi kalt um veturin. Norðari partur eru frostmýrar. Her hevur jørðin nógvastaðni verið fryst síðan seinastu ístíð. Sunnan fyri frostmýrarnar er heimins størsti nálaskógur (Teiga), og syðri eru turru grasfløturnar, steppur, ið eru besta landbúnðarjørðin í Russlandi. Heilsa. Fjórði hvør russiskur maður doyr, áðrenn hann er komin miðskeiðis í 50-árini, og ein av stóru orsøkunum til stuttu lívstíðina er vodka. Tað kemur fram í eini kanning, sum varð almannakunngjørd í januar 2014. Meir enn 150.000 russiskir menn luttóku í kanningini, sum vísir, at russiskir menn liva óvanliga stutt, fyrst og fremst teir, sum søgdu seg drekka tríggjar ella fleiri hálvlitursfløskur av vodka um vikuna. Deyðsorsøkirnar millum menn í 50-árunum vóru í stóran mun alkoholeitran, vanlukkur, harðskapur og sjálvmorð umframt sjúkur so sum háls- og livrakrabbi, tuberklar, lungnabruni og livrasjúkur. Russiska deyðatalið hevur verið ógvuliga skiftandi tey seinastu 30 árini í tráð við, at rúsdrekkapolitikkurin og sosialur stabilitetur broyttist undir forsetunum Mikhail Gorbatjov, Boris Jeltsin og Vladimir Putin, og fremsta orsøkin til hesi stóru skiftini er vodka. Meðan til dømis deyðatalið millum bretskar menn er minkað støðugt síðani 1980, fyrst og fremst tí so nógvir menn hava lagt av at roykja, hevur russiska deyðatalið verið upp og niður og ofta ein endurspeglan av russisku rúsdrekkanýtsluni. Tá Mikhail Gorbatjov í 1985 herdi rúsdrekkalógina, minkaði rúsdrekkanýtslan nærum 25 prosent – og tað sama gjørdi deyðatalið. Og tá kommunisman í Sovjetsamveldinum so fall, fóru rúsdrekkanýtslan og deyðatalið upp aftur. Í kanningini, sum varð kunngjørd í læknafrøðiliga blaðnum Lancet, spurdu granskararnir 151.000 menn um, hvussu nógv vodka teir drukku og um teir royktu, og síðani fylgdu teir hesum monnunum í nærum tíggju ár. Næstan 8000 av teimum doyðu í hesum tíðarskeiðnum, og kanningin vísti, at vandin fyri at doyggja var nógv størri hjá monnunum, sum royktu og sum drukku tríggjar ella fleiri hálvlitursfløskur av vodka um vikuna, enn hjá monnum, sum royktu og bara drukku minni ein eina fløsku um vikuna. Oljuídnaður. Russland er heimsins størsti framleiðari av olju, men nógv bendir á, at toppur er náddur fyri russiska oljuævintýrinum. Russland framleiddi 518 milliónir tons av ráolju í 2012 og var harvið heimsins størsti oljuframleiðari. Hóast framleiðslan vaks í 2012, so merkir hetta, at toppurin er náddur. Í 2012 vórðu framleidd 10,4 milliónir tons føt av olju um dagin, men vøksturin kann steðga í 2013 orsakað av tómum oljukeldum í Vestursibiria. Russland hevur sum mál at framleiða 10 milliónir tunnur av ráolju um dagin til 2020. Russiskir myndugleikar hava økt sín ognarlut í landsins oljuídnaði til meira enn 50 % eftir, at stóra almenna "Rosneft" gjørdi eina avtalu við bretska-russiska TNK-BP. Oljuprísurin vaks við 388 prosentum í árunum 2000 til 2008, um somu tíð sum Vladimir Putin var forseti Russlands í tvey tíðarskeið. Prísvøksturin var orsøkin til, at milliónir av russum fingu størri vælferð, og gjørdu um somu tíð Putin, sum í dag er forseti, sera vælumtóktan millum fólk. Men kortini skortar ikki uppá ávaringar um, at Russland er vorðið heft at oljuni, og at russiska fíggjarlógin er vorðin sera sárbar fyri broytingum í oljuprísinum. Sambært Alfa Bank var fíggjarlógin heft at einum oljuprísi uppá 117 dollararum fyri tunnuna fyri at fáa javnvág, sammett við 20-30 dollarar fyri tunnuna í árunum fram til 2007. Mannarættindi. Mannarættindafelagsskapurin, Amnesty International, óttast fyri størri valdsmisnýtslu og fleiri mannarættindabrotum eftir at stjórnin hevur handtikið yvir 200 mannarættindastríðsfólk og tíðindafólk í 2014. Amnesty sigur, at hóphandtøkan er dømið um kúgandi politikkin hjá russiska stjórnini mótvegis fólkaræðuliga andstøðuni í landinum. Talu- og skrivifrælsi. ,Álopini á mannarættindastríðsfólk og óheft tíðindafólk, sum hava verið seinastu tíðina, vísa vandan, sum hesi eru fyri í sambandi við arbeiði sítt,” segði Amnesty International í oktober mánaði í 2009 í sambandi við 2-áradagin fyri, at óhefta tíðindakvinnan Anna Politkovskaya varð myrd. Harvið verður heitt á russisku myndugleikarnar um at steðga revsifrælsi fyri mannarættindabrot móti mannarættindastríðsfólki og fjølmiðlum. Í einum landi, har sjónvarp og fleiri aðrir fjølmiðlar eru stýrdir av statinum, er minni og minni pláss fyri óheftum tíðindaflutningi. Tey tíðindafólk, sum royna at arbeiða óheft, verða forðað í at fremja professionella arbeiði sítt og eru í vanda fyri hóttanum og at verða rættarsókt. Til dømis bleiv radiostøðin Ekho Moskvy fleiri ferðir biðin um at útflýggja útskriftir av sendingum sínum til skrivstovuna hjá statsadvokatinum í sambandi við kanningar av uppáhaldinum um, at støðin hevði sent víðgongd sjónarmið. Møguleikarnir fyri at bera fram atfinningarsom sjónarmið eru stigvíst og í alt størri mun blivnir avmarkaðir í Russlandi seinnu árini. Í 2017 byrjaði rættarmál í russiska hægstarætti, ið skal banna Jehova vitnum, grundað á lóggávu móti yvirgangsvirksemi. Samkynd. Russland hevur verið í heimsins miðlum í 2014, tí samkynd og transpersónar ofta verða illa viðfarin í landinum. Altjóða felagsskapurin fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd, ILGA, hevur samanborið rættindini hjá hesum minnilutabólkum. Í hesum sambandi hevur felagsskapurin sett ein lista upp upp við 46 punktum yvir ymisk øki, har munur er á javnrættindum hjá samkyndum, tvíkyndum og tvørkyndum, og øðrum fólkum. Bretland veitir heili 77 % av øllum ásettu rættindunum til sínar samkyndu, tvíkyndu og tvørkyndu borgarar. Tætt í hølinum á Stórabretlandi, eru flestu londini í Vesturevropa. Longur eystur vit fara, verri verður støðan. Allar ringast stendur til í Russlandi, sum einans uppfyllir 7 % av ásetingunum hjá ILGA-Europe. Men hetta yvirlitið er gjørt áðrenn lógin í 2013 kom í gildi, sum eitt nú bannar Pride-skrúðgongum og annars allar jaligari umtalu av samkyndum í Russlandi. Í St. Pætursborg og fleiri øðrum russiskum landspørtum eru lógir samtyktar, sum banna positivari umtalu av samdkyndleika. Grundgevingin fyri tí lógini var, at hon skal verja ung og børn. Tískil verður russiska prosenttalið uttan iva enn lægri í 2014. Fongsul. Russland eigur í 2014 tann ivasama heiður at hava heimsins næsthægsta tal av fangum - 800 000 - harav ein triðingur er ósekur sambært mannarættindabólkum (t.d. Amnesty International). WTO. Russland fekk í 2012 formliga limaskap í Altjóða Handilsfelagsskapinum WTO. Samráðingarnar um russiskan limaskap í WTO hava verið sera truplar. Tær byrjaðu fyri 18 árum síðani, og hesi árini hava nógvir fundir verið. Tann 10. juli 2012 samtykti tjóðartingið í Moskva, at Russland skuldi fara upp í WTO. Arktis. Í januar 2014 gav Vladimir Putin, forseti, boð um, at russiska verjan skuldi styrkja sína støðu í Arktis. Russisku myndugleikarnir hava gjørt av at skipa eina hernaðarliga miðstøð í Arktis, og málið við tiltakinum er at verja landsins arktisku áhugamál. Tann nýggja miðstøðin verður sett saman av einari herskipadeild, einari herdeild, sum serliga verður útgjørd til arktiska krígsførslu, einari loftverjudeild og so nøkrum bygningum, sum skulu hýsa umsitingarligum uppgávum. Herskipadeildin skal hava ábyrgdina av at verja tey russisku áhugamálini í Arktis so sum farmasigling, fiskiskap, olju -og gassleiðir og landsins mark norðanfyri. Handilsviðurskifti. Føroyski útflutningurin til Russlands er fleirfaldaður frá 2007 til 2012. Føroyar hava í nógv ár arbeitt við at betra um handilsviðurskiftini við Russland. Føroyar og Russland royndu í fleiri ár at fáa ein handilssáttmála landanna millum, men tað eydnaðist kortini ongantíð at koma endaliga á mál, tí Russland millum annað knýtti ætlaða WTO-limaskapin at handilssáttmálnum. Úrslitið var, at Føroyar gjørdu ein sáttmála við Russland, sum byggir á grundregluna hjá WTO um Most Favoured Nation Treatment. Sáttmálin kom í gildi í 2006. Roknað í mun til samlaða føroyska útflutningin fara góð átta prosent av øllum føroyskum útflutningi til Russlands, tað vísa tøl hjá Hagstovu Føroya. Og ikki nokk við tí: seinastu árini er útflutningurin til Russlands nevniliga øktur við rúkandi ferð. Áðrenn 1992 útfluttu Føroyar als einki til Russlands. Og næstu nógvu árini sveiggjaði føroyski útflutningurin til henda risastóra marknað millum tríggjar og 40 milliónir krónur. Í 2005 fór føroyski útflutningurin til Russlands upp um 100 milliónir krónur, men tað var ikki fyrr enn í 2011, at tølini fóru beint upp í loft. Í 2011 útfluttu føroyingar fyri 420 milliónir krónur til russiska marknaðin og í 2012 útfluttu Føroyar fyri 463 milliónir krónur. Hesi bæði árini hækka tølini upp í 7,77 prosent av samlaða útflutninginum í 2011 og upp í 8,43 prosent av samlaða útflutninginum í 2012. Laksur var tað, sum Føroyar útfluttu mest av til Russlands í 2012. Samanlagt útfluttu føroyskar fyritøkur laks fyri 196 milliónir krónur til Russlands í 2012. Næst á listanum var sild, tí í 2012 keyptu russar sild úr Føroyum fyri 123 milliónir krónur. Á triðja plássi kom makrelur við 61 milliónum krónum. Undir árliga ST-aðalfundinum í 2012 nýtti løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, høvi at hava fund við russiska uttanríkisráðharran, Sergey Lavrov. Á skránni fyri fundin vóru handilsviðurskiftini millum Føroyar og Russland. Føroyski útflutningurin til russiska marknaðin er vaksandi, og ynski er frá føroyskum vinnulívi at fáa betri marknaðaratgongd. Landsstýrið arbeiðir tí fyri at at fáa ein nýggjan handilssáttmála í lag, og er hetta fyrstu ferð, at handilsviðurskiftini landanna millum, eru umrødd á ráðharrastigi. Á fundinum legði løgmaður dent á tað søguliga samstarvið millum Føroyar og Russland, og vísti á góða samstarvið á fiskivinnuøkinum, og at Føroyar vóru millum fyrstu londini í Vesturheiminum, sum gjørdu fiskivinnusáttmála við táverandi Sovjetsamveldið. Samskifti hevur áður verið millum Føroyar og Russland um ein nýggjan handilssáttmála, men russar vóru ikki sinnaðir at samráðast um nýggjan sáttmála fyrr enn Russland gjørdist limur í WTO. Fleiri enn 30 lond ynskja at gera fríhandilssáttmála við Russland í 2012; løgmaður og uttanríkisráðharrin Lavrov samdust um at byrja eina tilgongd, har fyrsta stigi er, at landsstýrið letur russisku stjórnini eina formliga áheitan um nýggjan handilssáttmála. Í hesum sambandi segði løgmaður: ”Ein nýggjur handilsssáttmáli við Russland hevur stóran týdning fyri okkara útflutning. Men vit mugu gera okkum greitt, at tað kann ganga rúm tíð áðrenn ein sáttmáli gerst veruleiki". Sendistovan. Stóri vøksturin í útflutninginum til Russlands er aldur laksur og uppsjóvarfiskur. Føroyar fáa sendistovu í Moskva í 2014. Løgmaður vil styrkja handilsviðurskiftini við Russland, og tí sambandi vil løgmaður hava eina sendistovu Moskva. "Sendistovan í Russlandi verður eitt týdningarmikið amboð hjá Føroyum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond", segði Johannesen. "Russland hevur alsamt størri týdning fyri Føroyar og landsstýrið staðfestir, at tað er týdningarmikið at vit hava okkara egnu umboð á staðnum, sum tryggjar støðugt samband og samstarv við russiskar myndugleikar og tollsamgongur um marknaðaratgongd og um at fáa fríhandilssáttmála", sigur landsstýrið. Í hesum sambandi hugsar landsstýrið sær, at føroysk umboð í Moskva skulu byggja upp gott samband við matvørumyndugleikar, tollmyndugleikar, vinnufeløg, myndugleikar og politikarar í Moskva, Kiev, Minsk, Kaliningrad, Astana, Murmansk og Arkhangelsk. Landsstýrið segði, at Vinnuhúsið tekur undir við ætlanini at hava føroyska sendistovu í Moskva. Áhugin fyri at keypa fiskavørur úr Føroyum er vaksandi í hesum londum, serliga fáa Russland og Ukreina størri og størri týdning fyri føroyskan útflutning, eina mest uppisjóvarfisk og laks. Landsstýrið sigur, at tí er neyðugt at bøta um marknaðaratgongdina hjá føroyskum útflytarum. "Hetta er ein stórur dagur fyri føroyskan uttanríkispolitikk. Sendistovan í Russlandi verður eitt týdningarmikið amboð hjá okkum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond. Málið er at fáa sendistovuna at virka í 2014", sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Føroyar hava í 2013 sendistovu í Keypmannahavn, London, Reykjavík og Brússel. Sendistovan í Moskva verður sostatt fimta sendistova Føroya úti í heimi. Hesar sendistovurnar kosta áleið 12,5 milliónir krónur at reka árliga. Og nú verða tvær milliónir árliga afturat til sendistovu í Russlandi. Sendistovan fer at kosta góðar 3,25 milliónir krónur. Í fyrstu syftu bendi á, at fíggjarnevndin ikki var serliga fyri ætlaninum hjá løgmanni. Fíggjarnevndin læt bara 500 000 DKK til endamálið. Fíggjarnevndin hevur í 2012 broytt støðu, og við triðju viðgerð av uppskotinum fer løgtingið at játta 3,25 milliónir krónur. Landsverja. Herurin hevur altíð verið stoltleiki Russlands, men so er ikki longur. Herurin fær ringa fígging, og tann fyrr so stolti russiski herurin er um at detta sundur. Teir herskyldigu verða kúgaðir og yvirmenninir eyðmýktir. Á hvørjum ári verða 300 000 ungir menn kallaðir inn til hertænastu, men stúranin fyri harðskapi og fyri at verða sendir til Kekenia hevur gjørt tað at sleppa undan hertænastu til eina tjóðarítrótt. Fleiri enn 3 000 hermenn doyggja av harðskapinum, sum gjøgnumsúrgar allan herin. Tónleikur, dansur og ballett. a> og varð stovnað í 1776. Russlands mongu fólkasløg hava hvør sínar serstøku siðvenjur innan fólkatónleik. Í 19. øld var tað ein kapping í tí russiska tónleikalívinum millum «Teir fimm» (Mili Balakirev, Aleksandr Porfirjevitj Borodin, César Cui, Modest Mussorgskij, Nikolaj Rimskij-Korsakov) og Mikhail Glinka øðrumegin, og teir meira afturhaldssinnaðu Nikolaj og Anton Rubinstein hinumegin. Seinni kom Pjotr Tsjajkovskij, ein av teimum kendastu romantikarunum. Tann russiska romantiska siðvenjan varð førd víðari av Sergej Rakhmaninov inn í 20. øld. Í 20. øld var Rakhmaninov, Aleksandr Skrjabin, Igor Stravinskij, Sergej Prokofjev og Dmitrij Sjostakovitsj russiskir komponistar í heimsflokki. Í sovjettíðini var tann klassiski tónleikurin í Russlandi undir strongum eftirliti, og var gjarna rættiliga konservativur í tráð við doktrinini um sosialistiska realismu. Russland hevur uppalt fleiri heimskendir konsertsolistar: violinistin David Ojstrakh, cellistin Mstislav Rostropovitsj, pianistarnir Vladimir Horowitz, Svjatoslav Richter og Emil Gilels, og sopranin Galina Visjnevskaja. Pjotr Tsjajkovskij var maðurin handan kendastu ballettirnar við "Svanavatninum", "Nøtuknekkaranum" og "Tornerósu". Tíðliga í 20. øld gjørdist ballettdansararnir Anna Pavlova og Vatslav Nizjinskij heimskendar, og seinni varð siðvenjan førd víðari av dansarum sum Maja Plisetskaja, Rudolf Nurejev og Mikhail Barisjnikov. Bolsjoj í Moskva og Mariinskij í St. Pætursborg eru heimskendir ballettpallar. Innan poptónleikin hevði bólkurin Akvarium kultstatus frá 1970-árunum og heilt til nýggjari tíð, við skiftandi limum. Undir glasnost kundu teir eitt stutt skifti útgeva teirra tónleik á tí statsliga plátufelagnum Melodija, eftir at hava tikið upp ólógliga síðan 1972. Støðan hjá hesum orkestrinum í tí seinasta partinum av Sovjet-tíðarskeiðnum kann samanberast við støðuna hjá Beatles í Vesturheiminum um somu tíð, meðan tann mest týðandi vísusangarin tá var Vladimir Vysotskij. Í dag er gentuduo'in T.A.T.u. Russlands størsta tónleikaliga útflutningsvøran. Av russiskum rock-orkestrum er Mumij Troll kendir og hava ein rættiliga stóran skara av fjepparum í Skandinavia. Ítróttur. Av holdítrótti er íshockey millum best umtóktu í Russland. 21 av 24 lið í Kontinental Hockey League eru russisk, og tað russiska landsliðið hevur havt stóra sukse í altjóða meistaraskapum, eitt nú við gull í HM í 2009.Fyrr var íshockeylandsliðið hjá Sovjetsamveldinum heimsins besta við sjey gull, einari silvur og einari bronsu av 9 olympiskum kappingum. Tað mest vinnandi russiska íshockeyfelagið hevur verið CSKA Moskva, sum eisini vann Europacup 20 av 22 ferðum í tíðarskeiðnum 1969-90. Russlands harrelandslið í fótbólti var pr. september 2009 á einum sættaplássi á listanum hjá FIFA um heimsranking. Í Euro 2008 vann liðið bronsuheiðursmerki, tað var besta plasering síðan Sovjetsamveldið fall. Tað góða spælið í meistaraskapinum gjørdi eisini at fleiri russiskir leikarar nú spældu í evropiskum toppliðum, hetta er eitt nú galdandi fyri Jurij Zjirkov í Chelsea og Andrej Arsjavin í Arsenal. Hóast tað, so er russiska meistaradeildin pengasterk og heldur eitt høgt støði, og tí spæla teir flestu landsliðsleikararnir í heimlandinum. Tradisjonelt hava Moskva-feløgini CSKA, Lokomotiv, Spartak og Dynamo verið tey sterkastu, men tey seinastu árini hevur Zenit úr St. Pætursborg bjóða sterku moskovittunum av. Av einstaklingaítróttargreinunum hevur tennis verið best dámt síðan 1990-árini, nakað sum í stóran mun kann sigast at skyldast stóra áhugan hjá fyrrverandi forseta Russlandsm Boris Jeltsin, fyri hesum ítróttinum. Seinastu árini hava teir bestu russisku tennisleikararnir verið í heimsflokki, við leikarum sum Jevgenij Kafelnikov hjá monnunum og Anastasija Myskina, Anna Kurnikova og Marija Sjarapova hjá kvinnunum. Innan vetrarítrótt hevur Russland havt stóra sukse við langrenning, kanska serliga hjá kvinnunum. Jelena Välbe og Ljubov Jegorova vóru tær mest eyðsýndu í 1990-árunum, seinni komu eitt nú Larisa Lazutina, Julija Tsjepalova og Jevgenija Medvedeva-Abruzova. Hjá monnunum hava eitt nú Aleksej Prokurorov og Mikhail Ivanov havt sera góð úrslit. Tann etniski russarin Vladimir Smirnov hevði eisini sukse í 1980-árunum og 1990-árunum, men valdi at kappast fyri Kasakhstan eftir at Sovjetsamveldið varð upployst. Tilsamans hevur Russland vunnið 323 heiðursmerki í summar-OL og 76 heiðursmerki í vetrar-OL (íroknað Tað russiska keisararíki til og við 1912). Harafturat kemur Sovjetsamveldið við tilsamans 1204 heiðursmerkjum (bæði summar og vetur) tíðarskeiðið 1952-88, og SUS við 135 heiðursmerkjum í 1992. Um man leggur alt hetta saman, so er Russland á øðrum plássi, næst eftir USA, í samlaðum tali av heiðursmerkjum frá øllum olympiskum leikum. Um tað bert verður hugt at heiðursmerkjum, sum ítróttafólk úr russisku føderasjónini hava vunnið síðan Russland gjørdist sjálvstøðug tjóð frá og við 1994, so kemur Russland á eitt fimtapláss. Russland (sum tá var ein partur av Sovjetsamveldinum) fyriskipaði summar-OL í 1980. Leikirnir vóru hildnir í Moskva, men minkaðu orsakað av altjóða boykottinum av Summar-OL 1980, har fleiri lond valdu ikki at luttaka. Vetrar-OL 2014 vóru hildnir í Sotsji í útsynningsparti Russlands. Russland verður eisini vertur fyri HM í fótbólti í 2018. Bókmentir. Í 18. øld, í russisku Upplýsingarøldini, mentist russikar bókmentir við verkum eftir Mikhail Lomonosov og Denis Fonvizin. Fyrst í 19. øld byrjaði ein tjóðskaparlig nýmótans siðvenja, har ið nakrir av teimum størstu rithøvundum í søgu Russlands útgóvu síni verk. Hetta tíðarskeiðið er eisini kent sum "Gulløldin hjá Russiskum skaldskapi" og byrjaði við Alexander Pushkin, ið verður sæddur sum stovnarin av tí nýggja russiska bókmentamálinum og verður ofta nevndur hin "Russiski Shakespeare". Tíðarskeiðið helt fram inn í 19. øld við yrkingum eftir Mikhail Lermontov og Nikolay Nekrasov, sjónleikir eftir Alexander Ostrovsky og Anton Chekhov, og prosa eftir Nikolai Gogol og Ivan Turgenev. Leo Tolstoy og Fjodor Dostojevskij eru blivin ummæld av bókmentafrøðingum sum teir størstu skaldsøguhøvundarnir gjøgnum allar tíðir. Í 1880-árunum var øldin við teimum stóru skaldsøguhøvundunum farin og stuttsøgur og yrkingar gjørdist tær dominerandi sjangrurnar. Tey komandi áratíggjuni gjørdist kend sum, Silvurøldin við russiskum yrkingum, tá symbolisman kom í staðin fyri tað fyrr so dominerandi bókmentaligu realismuna. Nakrir av kendastu rithøvundunum frá hesum tíðarskeiðnum eru Valerij Brjusov, Vjatseslav Ivanov, Alexandr Blok, Nikolaj Gumiljov og Anna Akhmatova, og skaldsøguhøvundarnir Leonid Andrejev, Ivan Bunin, og Maksim Gorkij. Ulla Boje Rasmussen. Ulla Boje Rasmussen (f. 12. mars 1950 í Århus) er ein danskur filmsleikstjóri. Fyrsti filmur hennara "1700 meter fra fremtiden" varð gjørdur, áðrenn tunnilin til Gásadals var gjørdur, heitið á filminum sipar til, at Gásadalur tá lá avskorin frá øðrum bygdum í Vágunum, og tann tá ætlaði tunnilin skuldi vera 1700 metrar langur. Filmarnir "Tre blink mod vest" og "Færøerne.dk" eru eisini um føroysk viðurskifti. Nils Malmros. Nils Malmros (5. oktober 1944 í Århus) er ein danskur filmsleikstjóri og lækni. Hann hevur eitt nú leikstjórnað fimin Barbara, sum byggir á skaldsøguna hjá Jørgen-Frantz Jacobsen Johan Christian Djurhuus. Johan Christian Djurhuus róptur Faktorin (føddur 1834 í Tórshavn, deyður 17. juni 1918 í Klaksvík) varð keypmaður og politikari Hann tók handilsútbúgving í Danmark, og gjørdist seinni keypmaður í Klaksvík. Djurhuus var kommunustýrislimur í Klaksvíkar kommunu í fleiri ár, og valdur inn á Føroya Løgting fyri Norðoyar 1885–1897. Hann var bróðir Andreas Djurhuus og Hans Olaus Djurhuus. Keldur. Djurhuus, Johan Christian Mentanarvirðisløn Landsins. Mentanarvirðisløn Landsins hevur verið latin siðani 1998. Talan er um tvær høvuðsvirðislønir, sum verða latnar hvørt ár, tó eru nøkur undantøk, har virðislønir ikki eru latnar. "Mentanarvirðisløn landsins" er á 150 000 krónur, "heiðursgáva landsins" er á 75 000 krónur. Av og á verður ein triðja virðisløn latin, hon kann vera til ungt listafólk ella til onkran annan serligan bólk av listarfólki og er á 50 000 kr. Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini lívslanga heiðursgávu, nevnd sømdargáva, til navngivið listafólk, so leingi viðkomandi er á lívi. Stk. 2. Til tess at fáa sømdargávu skal listafólkið hava útinnt listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð. Stk. 3. So hvørt listafólk fer úr skipanini, skal støða takast til, um annað listafólk eigur at fáa lívlanga sømdargávu. § 8. Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini heiðursgávu, nevnd Mentanarvirðisløn Landsins, at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útinnt listarligt avrik. Stk. 2. Bert listarlig eyðkenni kunnu galda sum metingarstøði fyri arbeiðið hjá nevndini. Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listaverk á høgum støði. § 9. Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini heiðursgávu, nevnd Heiðursgáva Landsins. Stk. 2. Til tess at fáa Heiðursgávu Landsins skal virðislønarevnið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Stk. 3. Aðrar heiðursgávur kunnu eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi. Virðisløn til ungt listafólk. Í desember 2011 varð tað kunngjørt, at táverandi landstýrismaður í mentamálum, Bjørn Kalsø, eftir tilmæli frá tilmælisnevndini, valdi at lata virðisløn til ungt listafólk, Virðislønin er ætlað ungum listafólki sum kveikjan, stimbran og stuðlan. Hetta varð gjørt sambært grein 9, stykki 3 í kunngerðini um stuðul til mentan og list, ið heimilar at landsstýrismaðurin eftir egnum vali kann lata aðrar heiðursgávur enn mentanarvirðislønina og heiðursgávuna. Frá 2011 til 2018 hava nevndin og landsstýrismaðurin valt at heiðra ungum listafólki. Í januar 2020 (Mentanarvirðisløn Landsins 2019) valdi Jenis av Rana landsstýrismaður ikki at lata virðisløn til ungt listafólk, ið nevndin annars mælti til. Hesar heiðurslønirnar verða givnar uttan umsókn, sum ein viðurkenning av føroyskum listafólki. Heiðursgáva landsins. a> varð heiðraður við Heiðursgávu landsins 2013 hin 15. januar 2014 í Stóra Pakkhúsi í Vági. Virðisløn til ungt listafólk. Virðislønin til ungt listafólk er 50.000 kr. Sømdargáva landsins. Sømdargáva landsins er ein árlig upphædd á 20.000 kr., sum verður latin restina av lívinum Serstøk virðisløn. Serstaka virðislønin er 50.000 kr. Hon kann eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi, sum hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Jógvan Ingvard Olsen. Jógvan Ingvard Olsen (f. 8. juli 1930 á Toftum) er fyrrverandi reiðari og politikari fyri Sambandsflokkin. Jógvan Ingvard Olsen fekk skiparaprógv í 1953 og skipsføraraprógv í 1954. Hann arbeiddi sum skipari frá 1958 og sum reiðari og skipari frá 1958. Hann var tingmaður fyri Sambandsflokkin 1970-1998, harav var hann tingformaður juli-sept. 1994 og 1995-1998. Han var landsstýrismaður í fiskivinnu- og orkumálum juni 1989 til januar 1990. Av øðrum sessum kunnu nevnast, at hann var bygdaráðslimur í Nes kommunu 1974-1980, harav bygdaráðsformaður í kommununi 1976-1980 og jan.-aug. 1989, at hann var formaður í Lønjavningargrunninum, hann sat í umboðsráðnum fyri Tryggingarsambandið í nøkur ár og í Norðurlandaráðnum 1991-93. Jógvan Isaksen. Jógvan Isaksen (føddur 25. august 1950 í Tórshavn) er ein føroyskur rithøvundur, útbúgvin magistari í norðurlendskum bókmentum 1982, og hevur síðani 1986 verið lærari við Keypmannahavnar Universitet. Jógvan Isaksen hevur – umframt bókmentasøgu, bókmentagreinir og ummæli – skrivað 10 krimiskaldsøgur og 3 barnakrimisøgur. Fleiri krimiskaldsøgur eru týddar til onnur mál. ABBA. ABBA var ein svenskur tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1972 av Björn Ulvaeus, Agnetha Fältskog, Benny Andersson og Anni-Frid 'Frida' Lyngstad. ABBA vann Melodifestivalen 1974 við sanginum Waterloo. Musicalfilmurin við abbatónleiki og Meryl Streep í høvuðsleiklutinum gjørdist mest sæddi filmurin í Havnar bio í 2008. Vinnuvitan. Vinnuvitan (stovnað 2004) er føroyskt vikublað um føroyskt vinnulív til føroysk vinnulívsfólk og onnur við áhuga fyri vinnulívinum. Endamálið við Vinnuvitan er at kveikja og kanna vinnulívið. Vinnuvitan kemur út einaferð um vikuna. Søgan. Í juli 2007 keypti Vinnuvitan Vikublaðið, sum kemur ókeypis út í hvørt hús í Føroyum einaferð um vikuna. Í apríl 2008 keypti Dimmalættingin Vinnuvitan og harvið eisini Vikublaðið og Forlagið á Deild. Í desember 2008 boðaði Dimmalætting frá, at bløðini Vinnuvitan og Vikublaðið ikki komu út aftur, tí bløðini góvu hall, og útlitini vóru sera ring júst tá, orsakað av fíggjarkreppuni, sum herjaði kring allan heimin. Dimmalætting skrivar tó um føroyskt vinnulív, sum partur av blaðnum. Dimmalætting eigur og rekur heimasíðuna "Vinnuvitan.biz", sum er heimasíðuskipan, har øll føroysk partafeløg (p/f) og smápartafeløg (sp/f) eru skrásett. Har ber til at finna fram til hvør ið er í teimum ymisku nevndunum, hvørji partafeløg eru hvar og so framvegis. Upplýsingarnir har eru tó ikki alment tilgongiligir uttan víðari. Fólk mugu tekna hald, fyri at brúka víðkaðu leitiskipanina. Áðrenn Dimmalætting keypti Vinnuvitan. Undir navninum "Forlagið á Deild" gav Vinnuvitan eisini Skipalistan og aðrar bøkur út. Blaðstjóri: Óli á Deild Olsen Søluleiðari: Eyðun Samuelsen Henrik Old. Henrik James Frits Old (20. juni 1947 í Vági) er ein føroyskur politikari og skipari. Hann var løgtingsmaður frá 1984 til 2008 og varð aftur valdur inn á Ting 29. oktober 2011. Tær fyrstu ferðirnar ið hann stillaði upp, var Føroyar býtt sundur í 7 valdømi, Henrik Old stillaði upp og varð valdur í Suðuroyar valdømi fyri Javnaðarflokkin. Tá hann stillaði upp og varð valdur í 2011 var Føroyar 1 valdømi, men hann varð stillaður upp av Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag. Henrik Old var fiskimaður frá 1964 til hann í 1977 gjørdist skipari. Henrik Old er sonur Henrikku Jacobsen Old og Dennis William Connor Old. Fosturforeldur hansara vóru Inger og Johannes Joensen úr Vági. Henrik er giftur við Elsebeth Old, sum er dóttir Jenny Hentze og Petur í Gong. Henrik Old stillaði upp til formansvalið hjá Fiskimannafelagnum. Í desember 2009 gjørdist greitt, at Henrik Old stillaði upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum móti Jan Højgaard. Úrslitið gjørdist tó, at Jan Højgaard vann við 653 atkvøðum, Henrik Old fekk 380. Slóðir. Old, Henrik Värmlands län. Värmlands län er ein sýsla í Svøríki. Í vestri hevur Värmlands län mark við Noreg, í norðri við Dalarnas län, í eystri við Örebro län og í suðri við Västra Götalands län. Värmlands län varð stovnaður á 1779. Høvuðsstaðurin í Värmlands län er Karlstad. Värmlands län hevði 274.582 íbúgvar í 2014 og eina vídd á 17.583 km². Blekinge län. Blekinge län er ein sýsla í syðra parti av Svøríki og liggur í landsynningspartinum av Götaland. Í vestri hevur Blekinge län mark við Skåne län, í norðri við Kronobergs län og í landnyrðing við Kalmar län. Blekinge län varð stovnað í 1683. Høvuðsstaðurin í Blekinge län er Karlskrona. Blekinge län hevði 153.841 íbúgvar í 2014 og eina vídd á 3.039,4 km². Kommunur. * Frants Restorff. Frants Restorff (1871 í Havn - 1933) var bakari og stovnaði Frants Restorffs Bakarí í 1902. Pápi Frants var keyp- og útgerðarmaðurin Andreas William Restorff. Frants Restorffs Bakarí. Bakaríið varð latið upp í 1902 og læt aftur í 2006. Virkið var fyrr sama ár selt til Grón (bakarí), men handilin virkaði tá eina tíð sum bakaríútsøla hjá hesum virki. Handilin læt endaliga aftur á sumri 2006. Slóðir úteftir. Restorff, Frants Restorff, Frants Andreas William Restorff. Andreas William Restorff (5. mars 1846 í Havn - 25. mars 1898) var keyp- og útgerðarmaður. Pápi Andreas var M.C. Restorff, vanliga nevndur "Gamli Restorff". Frants Restorff er sonur Andreas. Martin Christian Restorff. Martin Christian Restorff (26. juni 1816 í Keypmannahavn - 24. juli 1897 í Tórshavn), vanliga nevndur Gamli Restorff, kom til Føroya í 1848 at arbeiða sum bakari og kondittari hjá Kongaliga Einahandlinum. Hann arbeiddi fyri at fáa fríhandil í Føroyum, og tá tað hendi í 1856 tók hann stig til at seta á stovn Restorff's Handil í Havn, handilin var niðri í Vágsbotni. Seinni komu fleiri av hesum handlum kring alt landið. Hann stovnaði eisini Restorff's Bryggjarí í Havn. Í 1896 á áttati ára føðingardegi hansara, heiðraði Tórshavnar býráð honum við at útnevna hann til heiðursborgara í Tórshavn. Martin er abbi Frants Restorff. Västra Götalands län. thumb Västra Götalands län er ein sýsla í Svøríki. Í norðvestri hevur Västra Götalands län mark við Noreg, í norðri við Värmlands län, í eystri við Örebro län, Jönköpings län og Östergötlands län og í suðri við Hallands län. Västra Götalands län varð stovnaður á 1998. Høvuðsstaðurin í Västra Götalands län er Göteborg. Västra Götalands län hevur umleið 1 615 084 íbúgvar (2013) og en vídd við 25 246,9 km². Johan Henrik Schrøter. Johan Hendrik Schrøter (25. februar 1771 í Tórshavn - 14. november 1851) var sóknarprestur í Suðuroyar prestagjaldi (2. november 1804 - 19. apríl 1826). Jørgen Frantz Hammershaimb var abbi J.H.S. Schrøter fekst við at savna kvæðauppskriftir; hann skrivaði eisini upp sagnir. Hann varð borin í heim í Havn í 1771, har faðirin, sum var av týskari ætt, var lækni. Schrøter gekk í Havnar latínskúla árini frá 1784 til 1790 og leitaði sær síðan til Danmarkar at fáa víðari útbúgving; hann varð studentur í 1791 og tók gudfrøðisprógv við Lærda háskúlan í 1796. Frá 1797 verður hann settur sum hjálparprestur í Suðuroy, og frá 1804 situr hann sum sóknarprestur fyri oynna við sæti í Leirum í Hvalba. Aftan á at hann hevði lagt starvið frá sær, búði hann í fýra ár suðuri í Vági, flutti so í 1828 til Havnar at búgva, og her búði hann til deyðadags í 1851. Faðir vár. Feâjir vaar, tû sum ér ui Himlunun! Kómi Ruigji tuit! Skjé tuin Villie, sum ui Haimmalinun, so ogsó aa Jørini! Gjév okkun ui Deâ okkara daglia Brei! O lai okkun ikkje inn ui Fruistilse! Men fruja okkun fraa tui Onda! Thui tuit ér Ruigje o Méje o Harlihaid ui Evihaid! Amen! Keldur. Schrøter, Johan Henrik Schrøter, Johan Henrik Johan Hendrik Schrøter. Johan Hendrik Schrøter (13. februar 1842 í Trongisvági - 16. apríl 1911 í Tórshavn) var keypmaður, bóndi og sýslumaður. Hann varð borin í heim í Havn í 1771, har faðirin, sum var av týskari ætt, var lækni. Schrøter gekk í Havnar latínskúla árini frá 1784 til 1790 og leitaði sær síðan til Danmarkar at fáa víðari útbúgving; hann varð studentur í 1791 og tók gudfrøðisprógv við Lærda háskúlan í 1796. Frá 1797 verður hann settur sum hjálparprestur í Suðuroy, og frá 1804 situr hann sum sóknarprestur fyri oynna við sæti í Leirum í Hvalba. Aftan á at hann hevði lagt starvið frá sær, búði hann í fýra ár suðuri í Vági, flutti so í 1828 til Havnar at búgva, og her búði hann til deyðadags í 1851. Schrøter fekst við at savna og skriva upp kvæði sagnir. Hann var fyrsti føroyingur, sum setti sær fyri at týða Bíbliuna til føroyskt. Christian Valdemar Henri John. Prins Christian av Danmark ("Christian Valdemar Henri John") varð føddur 15. oktober 2005. Hann er sonur Krúnprinsessu Mary og Fríðrik krúnprins. Prinsurin varð doyptur 21. januar 2006 í Christiansborg Slotskirke, Keypmannahavn. Slóðir úteftir. Christian Dalarnas län. Dalarnas län er ein sýsla í Svøríki. Í vestri hevur Dalarnas län mark við Noreg, í norðri við Jämtlands län, í ein landnyrðing og móti eystri við Gävleborgs län, í suðri víð Värmlands län, Örebro län og Västmanlands län. Dalarnas län varð stovnað í 1647. Høvuðsstaðurin í Dalarnas län er Falun. Dalarnas län hevði 278.465 íbúgvar í 2014 og er 30.222,6 km² til víddar. Gotlands län. Gotlands län er ein sýsla í Svøríki. Gotland er ein oyggj í eystarta parti av Svøríki og hevur bert eina kommunu. Gotlands län varð stovnað í 1678. Høvuðsstaðurin í Gotlands län er Visby. Gotlands län hevur umleið 57.661 íbúgvar og eina vídd á 3.140 km². Kommuna. * Gävleborgs län. Gävleborgs län er ein sýsla í Svøríki. Í vestri hevur Gävleborgs län mark við Dalarnas län og Jämtlands län, í norðri við Västernorrlands län og í suðri víð Uppsala län og Västmanlands län. Gävleborgs län varð stovnað í 1762. Høvuðsstaðurin í Gävleborgs län er Gävle. Gävleborgs län hevði 277 970 íbúgvar (2013) og eina vídd á 19 629,3 km². Hallands län. Hallands län er ein sýsla í Svøríki. Í eystri hevur Hallands län mark við Kronobergs län og Jönköpings län, í norðri við Västra Götalands län og í suðri víð Skåne län. Hallands län varð stovnaður á 1719. Høvuðsstaðurin í Hallands län er Halmstad. Hallands län hevur 306 840 íbúgvar (2013) og eina vídd við 5 687,11 km². Keldur. * Jämtlands län. Jämtlands län er ein sýsla í Svøríki. Í eystri hevur Jämtlands län mark við Västernorrlands län og Gävleborgs län, í norðri við Västerbottens län og í suðri víð Dalarnas län. Jämtlands län varð stovnaður á 1810. Høvuðsstaðurin í Jämtlands län er Östersund. Jämtlands län hevur umleið 126 461 íbúgvar (2013) og en vídd við 53 752,8 km². Jönköpings län. Jönköpings län er ein sýsla í Svøríki. Í eystri hevur Jönköpings län mark við Kalmar län, í norðeystri við Östergötlands län og í norðvestri víð Västra Götalands län. Í suðri víð Kronobergs län. Jönköpings län varð stovnað í 1687. Høvuðsstaðurin í Jönköpings län er Jönköping. Jönköpings län hevur umleið 341 235 íbúgvar (2013) og eina vídd á 11 194,3 km². Keldur. * Kalmar län. Kalmar län er ein sýsla í Svøríki. Í vestri hevur Kalmar län mark við Kronobergs län, Jönköpings län, í útnyrðingi víð Östergötlands län og í suðri við Blekinge län. Kalmar län varð stovnað í 1634. Høvuðsstaðurin í Kalmar län er Kalmar. Kalmar län hevur 233 874 íbúgvar (31. desember 2013) og eina vídd við 11.171 km². Keldur. * Listi í stavrað. Yvirlitið, ið er skipað í bókstavarað, loyvir tær at sláa grein upp eftir byrjanarstavi. Lívrunnin evnafrøði. Lívrunnin evnafrøði er tað økið innan evnafrøði sum snýr seg um tær sambindingarnar sum innihalda karbon (kolevni) og hydrogen (vatnevni). Hetta økið verður kalla lívrunnið av tí, at man fyrr helt at tær lívrunnu sambindingarnar bert kundu fáast úr livandi organismum, og ikki skapast kunstiga á eini starvsstovu. Lívrunnar sambindingar eru sostatt mýl, ið innihalda karbon og hydrogen, men kunnu eisini innihalda onnur frumevni. Nógvar lívrunnar sambindingar innihalda nitrogen, oxygen, halogenir og, meir sjáldsamt, fosfor og svávul. alt text Bólkar av lívrunnum sambindingum. Tað finnast sera nógv sløg av lívrunnum sambindingum og tí er neyðugt at greina tær í ymiskar bólkar. Bólkað verður eftir hvussu mýlið er samansett og hvørji frumevni finnast í mýlinum. Frumevni festa seg ofta á ávísan hátt og hetta ger at vit fáa sokallaðir funktionellir bólkar. Tey mýlini, ið bert innihalda karbon- og hydrogenatomir, verða nevnd antin alkan, alken ella alkyn. Ein alkan hevur bert einkultbindingar, ein alken hevur eina ella fleiri dupultbindingar og ein alkyn hevur eina ella fleiri trýdupultbindingar. Navngeving. Fyri at halda skil á øllum hesum ymisku sambindingum verður IUPAC-skipanin nýtt. Hetta er ein skipan sum ásetir júst hvussu lívrunnin mýl skulu nevnast. Sambindingar sum hava verið kendar leingi og nógv nýttar hava ofta fingið eitt sokallað trivialnavn. T.d. er edikssýra eitt trivialnavn fyri ethansýru og formaldehyd er eitt trivialnavn fyri methanal. Sí eisini. * Ólívrunnin evnafrøði. Ólívrunnin evnafrøði er tað økið innan evnafrøði sum snýr seg um allar sambindingar undantikið tær lívrunnu. T.v.s. allar tær sambindingar, ið ikki innihalda karbon (kolevni). * Analytisk evnafrøði. Analytisk evnafrøði snýr seg um at kannað ein prøva, við tí endamáli at staðfesta, hvussu prøvin er samansettur evnafrøðisliga. * Frumevni. Eitt frumevni er eitt evni sum ikki kann verða býtt sundur ella broytt til onnur evni á nakran vanligan evnafrøðisligan hátt. Eitt frumevni hevur eins nógvar protonir í øllum atomunum. Talið av neutronum kann vera ymiskt, tá er talan um isotopar. Frumevnini eru bólkað í skeiðbundnu skipanini. Fríðrikur (krúnprinsur). Fríðrikur Krúnprinsur í Vági 2005. Fríðrikur Krúnprinsur (Frederik André Henrik Christian, føddur 26. mai 1968 í Keypmannahavn) er krúnprinsur av Danmark, sonur Margrethu II Drotning og Heindrik prins (Prins Henrik). Fríðrikur krúnprinsur er giftur við Krúnprinsessu Mary og saman eiga tey fýra børn, tann elsti er Prins Christian av Danmark. Lívssøga. Sum eldri sonur Margretu drotningar og Heindriks prins er Fríðrikur danskur ríkisarvingi. Krúnprinsurin, føddur 1968, er í móðurætt fimti maður frá Kristjani kongi 9., fyrstikongurin av Glücksborg-ættini. Hann verður tí sætta úr hesi ætt á Danmarkar trónu. Hann er somuleiðis fimmti maður frá Viktoriu drotning. Hann hevur lisið á Harvard og er cand. scient. polit. frá Århus. Harafturat hevur hann holla hernaðarliga útbúgving innan allar tríggjar greinirnar í donsku verjuni, seinast serútbúgving í froskmannaliðinum í sjóverjuni. Afturat bókliga lesnaðinum, umfatandi hernaðarligu yrkisbreytini og teim mongu almennu skyldunum hevur Fríðrikur krúnprinsur eisini givið sær stundir til at gera vart við seg sum fjølbroyttur ítóttar- og náttúrumaður. Hann er góður á skíðum og í tennis, hann hevur runnið maraton, siglt í HM fyri seglbátar, og so hevur hann ferðast fleiri túsund kilometrar á hundasleðu á tí stóru Sirius-rannsóknarferðini í ár 2000. Krúnprinsurin tók saman við 6 vinmonnum lut í 4 mánaðar longu Sirius-sleðurannsóknarferðini norður um Grønland, úr Thule i í útnyrðingshorninum til Daneborg í ein landnyrðing. Túrurin var 2.795 km langur við 45 hundum, sleðum, tjøldum, matarskamti og 40 kuldastigum. Týðandi partur av arbeiðnum hjá krúnprinsinum er at umboða Danmark og at virka til frama fyri donsk áhugamál í útlondum. Tað ger hann á almennum vitjanum hjá útlendskum statsleiðarum og tá hann tekur lut í donskum vinnuátøkum í útlondum og í tiltøkum innan ítrótt og mentan. Útbúgvingar. Hann varð útbúgvin Cand.scient.pol. í 1995 eftir at hava lisið á Århus Univeristet og á Harvard í USA. Krúnprinsurin hevur tænt í danska herinum, flogvápninum og í sjóverjuni. Hann er offiserur í øllum trimum vernum. Í 2010 varð hann útnevndur kommandørur í Sjóverjuni og oberstur í Herinum og Flogvápninum. Ítróttamaður. Krúnprins Fríðrikur er eisini ítóttamaður. Hann íðkar kappsigling í bátasløgunum Dreki og Farr 40. Hann hevur luttikið við DM, EM og HM. Til EM í 2003 gjørdist hann nummar fýra, á DM 2011 lá hann á einum øðrum plássi nærum alla kappingina, men endaði tó á einum fjórðaplássi. Atom. a>atom við tveimum protonum (reyð), neutronum (grøn) og elektronum (gul). Eitt atom er tann minsti parturin av einum frumevni. Orðið atom stavar frá grikskum "άτομος, átomos" og merkir "óbýtandi". Teir gomlu grikkarnir hugsaðu sær atomið sum tann minsta eindin, nakað kundi býtast í. Í dag vita vit, at atomini eru sett saman av smáum elementarpartikklum: protonum, neutronum og elektronum. Eisini hesir elementarpartiklar eru samansettir av aftur minni partum. Ein samanseting av atomum verður kallað ein evnasambinding. Dømi um evnasambindingar eru mýl og sølt. Mýl. Eitt mýl (molekyli) er ein samanseting av tveimum ella fleiri atomum. T.d. er eitt vatnmýl sett saman av einum oxygenatomi og tveimum hydrogenatomum. Eitt mýl er sermerkt við, at atomini hanga saman ígjøgnum kovalentar bindingar, t.v.s. at atomini hava eitt ella fleiri elektrónpør saman. Carboxylsýra. Ein carboxylsýra er eitt lívrunnið mýl við einum ella fleiri carboxylsýrubólkum (-COOH). Ein carboxylsýrubólkur er eitt karbonatom við einum dupultbundnum oxygenatomið (=O) og einum einkultbundnum oxygenatomið við einum hydrogen sitandi á (-OH). Keton. Ein keton er eitt lívrunnið mýl við einum ella fleiri ketonbólkum. Ein ketonbólkur er eitt karbonatom við einum dupultbundnum oxygenatomið (=O) og karbonatomir sitandi á hinum bádum síðunum. Ketonir verða nevnd við endingini "-on". Aldehyd. Eitt aldehyd er eitt lívrunnið mýl við einum ella fleiri aldehydbólkum. Ein aldehydbólkur er eitt karbonatom við einum dupultbundnum oxygenatomið (=O) og einum hydrogenatomið. Aldehydir verða nevnd við endingini "-al". Framleiðsla. Aldehydir verða framleidd við at oxidera primær alkoholir. Man kann tó ikki nýta sterk oxidatiónsevnir til hetta, tí aldehyd oxiderast lætt víðari til carboxylsýrur. Mest nýtta oxidatiónsevni til framleiðslu av aldehydum er PCC (Pyridinium chlorchromat). Reaktiónir. Aldehyd útinna tvey sløg av reaktiónum: Oxidatión og nukleofil additión. Oxidatión gevur eina carboxylsýru og nukleofil additión gevur ymisk evni, alt eftir hvat man adderar til aldehydið. Niðanfyri er ein listi yvir aldehyd reaktiónir og hvat produkt tær geva. Halogen. Halogenini eru frumevnini í bólki 17 (VII) í skeiðbundnu skipanini. Tey eru: flour (F), klor (Cl), brom (Br), iod (I), astat (At) og ununseptium (Uus). Astat er óstabilt og tí radioaktivt, og ununseptium er ikki uppdagað enn. Halogenini mangla øll eina elektron í uttasta skali og finnast tí sum einkultløddar negativar ionir (F-, Cl-, o.s.v.). Evnasambinding. Ein evnasambinding er eitt evni, ið er samansett av fleiri ymiskum atomum við eini evnafrøðisligari binding. Tað er evnafrøðisliga bindingin sum ger av, hvat fyri slag av sambinding vit hava við at gera. Um atomini hanga saman við eini kovalentari binding so hava vit eitt mýl. Um atomini hanga saman við eini ionbinding, so hava vit antin eitt salt, eina sýru ella ein basa. Lívevnafrøði. a>, iltbindandi protein, ið bert finst í reyðum blóðkyknum." Lívevnafrøði ella biokemi er læran um lívrunnin evnafrøði í livandi verum, ein brúgv millum evnafrøðina og lívfrøðina, sum granskar hvussu torgreiddar evnafrøðiligar reaktiónir liggja sum grundarlag fyri lívinum. Lívevnafrøði granskar bygnaðin og funktiónirnar hjá teimum ymisku lutunum í kyknuni, so sum proteinir, karbohydratir, fitievni og onnur lívfrøðilig mýl. Jón (evnafrøði). Ein jón (ion) er eitt atom ella eitt mýl við eini ravmagnsløðing. Tað finnast bæði negativt og positivt løddar jónir. Ein positiv jón verður nevnd ein kation og ein negativ verður nevnd ein anion. Løðingin kemst av, at atomið ella mýlið missir ella tekur elektronir. Kationir og anionir kunnu bindast saman við ionbindingum, og samansettu evnini verða nevnd sølt. T.d. er minsta eindin í vanligum køkssalti (natriumklorid, NaCl) ein positiv natriumjón (Na+) og ein negativ kloridjón (Cl-), og minsta eindin í kalsiumkloridi er ein kalsiumjon og tvær kloridjonir. Jónir, sum hava fleiri atom í sær, verða nevndar samansettar jónir. Alisevnafrøði. Alisevnafrøði ella fysisk kemi er ein vísindagrein sum liggur millum alis- og evnafrøði. Týdningarmikil granskingarøkið eru evnafrøðilig termodynamik, evnafrøðilig kinetik, kvantevnafrøði, hagfrøðilig mekanik, spektroskopi og yvirflatuevnafrøði. Adelborg Linklett. Adelborg Linklett (29. januar 1935 við Norðskála) er ein føroyskur sjónleikari. Filmar. Linklett, Adelborg John Johannessen. John Johannesen (f. 7. oktober 1977) í Tórshavn. John er tíðindafólk hjá Kringvarpi Føroya, og tá KVF broytti innanhýsis uppsetanina av starvsfólki í 2019 gjørdist John ein av føstu vertunum í Degi & Viku. John Johannesen er fyrrverandi Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymoyar valdømi, hann varð valdur inn á ting í 2004. John búði í Havn fyrstu árini, men flutti síðan til Lopra í Suðuroynni at búgva við familjuni, har búði hann til hann varð liðugur við studentaskúlan. Seinastu árini hevur John Johannessen búð í Tórshavn. Í 2020 kom John sum 42 ára gamal út sum samkyndur, og fór frá konu síni. Áður hevur John m.a. á Facebook víst stóran stuðul fyri LGBT og verið kritiskur yvir fyri røddum, ið hava talað í móti felagsskapum sum LGBT. Familja og yrki. Foreldur: Hans Oluf Johannessen, sáli, Conny Thomsen, Jóna Olsen (fosturmamma). Hjúnafelagi: Ongin. - Ragnhild Olsen (fyrrv.) Børn: Hans Oluf Ragnhildarsonur Johannessen (f. 2004) og Eva Ró Ragnhildardóttir Johannessen (f. 2006) og Rani Ragnhildarsonur Johannessen (f. 2007). Yrki: John Johannessen er málsligur studentur og hevur arbeitt sum tíðindafólk í Sjónvarpi Føroya 2001-2004 og aftur í 2017-í dag og á Sosialinum 1998-2001. Valdur á Føroya Løgting 2004. John Johannessen varð valdur á ting við valið 20. januar 2004, tá varð hann bert 26 ára gamal. Formanssessir, nevndarsessir vm.. Harumframt var John Johannessen valdur limur í Stórnarskipanarnevndini, ið arbeiðir við at smíða Føroyum nýggja stórnarskipan, og so varð hann eitt skifti valdur limur í Nevndina fyri øktum leikluti hjá kvinnum í politikki, sum seinni fekk navnið Demokratia. Jean-Luc Picard. Jean-Luc Picard er ein persónur í Star Trek, skiparin umborð á USS "Enterprise"-D og USS "Enterprise"-E. Hann varð leiktur av bretska sjónleikaranum Patrick Stewart í sjónvarpsrøðini ' ("TNG") og filmunum, ið komu aftaná. Gene Roddenberry gjørdi persónin og uppkallaði hann eftir Jean Piccard, doktara, ein sveisiskur vísindamaður og ballónførari. Eingin "almenn" kelda finst til navnið Picard, men persónurin hevur ofta sínar 'kendu forfedrar' á orði — allarhelst Jean, Auguste og Jacques Piccard. Lívið áðrenn tænastuna umborð "Enterprise". Jean-Luc Picard varð føddur í Labarre, Fraklandi, jørðin 13. juli 2305. Hann er sonur Maurice Picard and Yvette, fødd Gessard. Longu sum drongur longdist honum eftir ævintýrum og kanningarferðum, og hetta førdi nærum til stríð, tá hann fór frá víngarðinum, ið familjan hevði átt í fleiri ættarlið, og søkti inn á Stjørnuflotaakademiið Í 2366 eru bæði foreldrini deyð. Bróðurin, Robert, og bróðursonurin, René, vóru einastu eftirlivandi familjulimir hansara, men teir doyðu í einum eldi í 2371 ('). Hann dumpaði fyrstu inntøkuroyndina, men hann kláraði hana seinni og slapp inn. Hann fekk prógvið í 2327 sum besti ella nærum næmingur í árganginum. Hann var fyrsti fyrstaársnæmingur, ið vann akademimaratonrenningina á Delulin II. Stjørnuflotaraðnummar hansara var SP-937-215 ("TNG": "Chain of Command, Part 1"). Stutt eftir próvtøkuna var Picard í 2328 eina tíð á Earhartstjørnustøðini og bíðaði eftir skipinum, ið hann skuldi mynstra við. Meðan hann bíðaði, varð hann stungin í hjartað av einum av trimum Nausicaanarum undir einum bardaga í Bonestell Recreation Center. Skaðin kundi ikki gerast aftur, og hjartað varð býtt um við eitt manngjørdum hjartaa> Hendan hendingin gjørdi unga Picard varugan við, at hugmóð hansara var høvuðsatvoldin til, at hann nærum varð dripin. Í 2333 gjørdist Picard yvirstýrimaður umborð á USS "Stargazer" (NCC-2893) og gjørdist skipari, tá skiparin doyði í eini orrustu. They næstu 22 árini var Picard skipari á "Stargazer" á eini rannsóknarferð. Meðan hann var skipari á "Stargazer" vann hann í 2355 Maxiaorrustuna í Maxia Zeta-skipanini ímóti einum ókendum fígginda, ið seinni vísti seg at vera eitt later Ferengi "D'Kora"floksstjørnuskip, við at finna uppá og nýta eitt herráð, ið varð kallað "Picardhandferðin", og sum gjørdi at ferengiskipið fórst við manni og mús. Eftir at "Stargazer" gekk burtur, varð hann sendur í krígsrættin í 2356, men ákærurnar um skeiva atferð vórðu sleptar. (Hetta er vanlig stjørnuflotasiðvenja, hvørja ferð eitt skip gongur burtur og fylgir gomlu sjósiði.) Hvat Picard tókst við tey næstu níggju árini, áðrenn hann gjørdist skipar á "Enterprise"-D er ikki heilt greitt. Óivað varð hann vandur við kenda Star Trek-diplomatiið og -herráð, men við eini glæsiligari yrkisleið, ið enn ikki var byrjað. Í einum parti nevnir hann eina hending, ið hendi millum "Stargazer" og "Enterprise"-D-tíð hansara, tá skip hansara svaraði einum neyðarkalli. Persónligt lív og persónligir áhugar. Bítast má merki í, at franski skiparin verður leiktur av einum bretskum sjónleikara. Ein kundi hugsað sær, at Paramount vildi tekkjast bæði fronskum og bretskum fjepparum samstundis. Tað er meira enn hugsandi, at bretar hyggja burtur frá franskleikanum og meta Picard sum ein av sínum egnu. Fólkini handan røðina gera heldur ikki nógv við, at fáa teir hugsa øðrvísi, tí sjálvt um lívssøga hansara heilt vist er fronsk, so hella atferðin og hugburðurin meira til ta bretsku síðuna. Umborð á "Enterprise"-D og -E biður Picard altíð um "Tea, Earl grey, hot", ið neyvan hevði verið fyrsta valið hjá einum fransmanni. Og hóast at kærleiki hansara til Shakespeare kann orsakast (ja, sjálvt klingonar dáma Shakespeare), so er tað, at Picard lærir Data at nýta eina sterka Midlandsdialekt, ótrúliga ósannlíkt, óansæð hvussu væl fransmaðurin dugir enskt. Eisini verður upplýst í einum av filmunum, at Picard hevur lært Data at syngja sangin "A British Tar" hjá Gilbert & Sullivan, og í einum parti roynir ein eftirgjørdur Picard, ið tó hevur somu tankamynstur sum hin veruligi, at fáa manningina at syngja "Hearts of Oak", ið er ein fosturlandssongur, ið er ímynd av Royal Navy, í felag. Picard er mestu sum fjølfrøðingur og hevur áhuga í so ymsum evnum sum klassiskar bókmentir, fornfrøði, alisfrøði, fikting, ríðing og modellmyndirnar av ymsum stjørnuflotaskipum. Honum dámar væl m.a. Berlioz, og áhugi hansara í tónleiki kemur væl til sjóndar, tá hann spælir á sína ressikansku floytu, ið hann lærdi at spæla á, meðan hann var bundin til eitt rúmdarfar, ið hevði minnið hjá einum manni av eini mentan langt eftir, at hon týndist. ("TNG": "The Inner Light") Onkuntíð venur hann saman við skipstelduni. Alskur hansara til tónleik og sjónleik verður vístur fram, sum røðini líður. Eisini lærir hann Data at "føla" seg gjøgnum verkini og at fáa røttu mannakensluna fram. Picard er ein privatur persónur, og tað kemur til sjóndar í hansara romantisku ævintýrum, og tá hann skuldi undir skurð á Stjørnustøð 212 í 2365 fyri at fáa eitt nýtt hjarta. ("Samaritan Snare").a> Sum yvirmaður er Picard ein ráðgevi ella fyrimynd hjá fleiri øðrum persónum, serligani Data. Picard ansaði eisini væl eftir undurbarninum Wesley Crusher og gav honum tignina sum fenrikkur. Wesley er sonur starvsfelagan Dr. Beverly Crusher, læknayvirfólk á "Enterprise"-D og besta vin hansara, loytnantkommandørur Jack Crusher og varð føddur, áðrenn Jack varð dripin 2354, meðan varð við Picard umborð á "Stargazer". Picard og Beverly Crusher. Eftir at Jack Crusher doyði, vórðu Picard og Beverly Crusher góð vinfólk og altíð vóru onkur tekin um atdrátt teirra millum. Men hesin atdráttur var tó avdúkaður, fyrr enn hann varð noyddur fram av einum tóli, ið ein fremmand rasa, pryttarnir á Kesprytt, hevði koyrt í tey, og sum loyvdi teimum at lesa tankarnar hjá hvørjum øðrum í partinum "Attached". Í einari av tíðarlinjunum hjá Q í síðsta parti "All Good Things..." var Picard giftur og seinni skildur frá Crusher, ið nú var skipari á einum sjúkraskipi. Hon hevði enn hansara navn, og hetta voldi til eina skemtiliga hending, tá bland kom í um, hvør Picard, skipari varð róptur á brúnna. Dixon Hill. Eitt av holodekkforritunum, ið Picard dámar best er detektivurin Dixon Hill, ið allarhelst er skrivaður til heiðurs fyri aðrar bókmentadetektivar sum Philip Marlowe og Sam Spade. Søgurnar hjá Dixoni Hill ganga fyri seg í 1940-árunum í San Francisco á Jørðini, ein vælkomin broyting frá einum gerandisdegi við millumstjørnaferðum. At byrja við var Picard einsamallur í forritinum, men seinni fingu eisini Data, Beverly Crusher o.o. áhuga í tí og komu uppí sum vinir hjá Dixoni Hill. Heimurin hjá Dixoni Hill hava nógvar afturvendandi persónar, ið einans finnast á holodekkinum, t.d. brotsharrarnir Cyrus Redblock og Nicky the Nose. Summi halda, at Dixon Hill varð skapaður í eini roynd at endurnýta aðalevnini í ST-TOS partinum "A Piece of the Action"." Men her skal leggjast aftur, at tann parturin snúði seg um chicagobrotsmenn í 1930-árunm, meðan Dixon Hill er ein film noir detektivur úr fjørutiárunum. Star Trek bókin "A Hard Rain" gongur fyri seg nærum øll í heiminum hjá Dixoni Hill við einans fáum undantøkum, ið ganga fyri seg í "veruliga" Star Trek-heiminum. Tá løgnar hendingar, sum t.d. at fólk livna upp aftur, ikki verða tald uppí, so er bókin júst sum ein vanlig detektivskaldsøga. Í ' nýtir Picard holodekkið við eini Dixon Hill-søgu ("The Big Goodbye", kapitlar 12 og 13) at snýta og drepa tveir Borg við at skjóta eina thompsonmaskinbyrsu. (Hetta vápnið kundi einans drepa, tí Picard hevði sløkt trygdarverjuna.) "Star Trek: The Next Generation". Røðin "The Next Generation" byrjaði, tá Picard gjørdist skipari á nýggja "galaxyflokkaða" stjørnuskipinum USS "Enterprise" (NCC-1701-D), nýggja flaggskipið hjá Stjørnuflotanum á stjørnudagfesting 41124 (14. februar 2364). Á umleið stjørnudagfesting 41153,7 (4 dagar seinni) varð Picard útnevndur til at umboða mannaættina í einum rætti stýrdur av Q. Tað eydnaðist Picard at sannføra Q um at geva mannaættini ein møguleika, og so var ("TNG": "Encounter at Farpoint"). Umleið stjørnudato 47988 (26 December 2370), hevði Q aftur ein dómstól við eini nýggjari roynd til Picard; Picard kláraði royndina og mannaættin var bjargað ("TNG": "All Good Things..."). (Q segði at royndin 'endaði ongantíð' á Farpointstøðini og legði upp til at øll røðin var ein roynd hjá Q-tilveruni at kanna menniskjuni.) Í samband við Maxiaorrustuna fann Bok, ein ferengiskur DaiMon, seinni vrakið av "Stargazeri" og gav Picard tað. Bok hevði Picard undir ákæru fyri at hava dripið son sín, ið var umborð á fíggindasinnaða skipinum. Við at nýta vitisstýring gav hann Picard ógvuslig minni um hendingina, og hetta fekk Picard til at leypa á "Enterprise"-D; manningin hjá Picard kláraði tó at steðga hesum. ("The Battle") Nøkur ár seinni fann Bok ein mann, Jason Vigo, hvørs DNA hann broytti, so tað sá út sum at hann var sonurin hjá Picard. Bok ætlaði, at Picard og Vigo skuldu hittast, og síðani skuldi Bok drepa Vigo, so Picard visti, hvussu tað var at missa ein son, men ætlanin miseydnaðist, tá tað var staðfest, at Jason Vigo ikki var sonurin hjá Picard. ("Bloodlines"). Í 2365 bar Q so í bandi, við at senda "Enterprise"-D góð 7.000 ljósár út í rúmdina, at Stjørnuflotin fyri fyrstu ferð hevði samband við Borgfólkið í J-25-skipanini. "Enterprise"-D var við undirlutan og slapp bara undan, tí Picard bønaði Q um at senda seg aftur inn á øki hjá Føderatiónini. ("Q Who?"). Árið eftir bað K'mpec, klingonskur kanslari, Picard um at verða millummaður fyri at finna útav, hvør skuldi koma aftaná K'mpec, ið varð spakuligani eitraður, og at avsløra (collusion?). Stutt eftir skuldi Picard velja ímillum tveir avbjóðarar: Duras og Gowron. Undir tingingunum umborð á "Enterprise"-D drap Duras klingonska sendimannin K'Ehleyr, makin hjá trygdarovastanum Worf loytnanti, ið hjálpti Picard. Afturfyri drap Worf seinni Duras. ("Reunion"). Laksastyrja. Laksastyrja (frøðiheiti - "Lampris guttatus") er ein stórur uppsjóvarfiskur, sum kann gerast 180 cm langur. Hon er víða um í Útnyrðingsatlantshavi og í Miðjarðarhavinum. Hon er at finna á dýpum niður á uml. 400 m og er tí ikki ein djúphavsfiskur. Føðin er fiskur, ið livir á miðjum dýpi, og ryggleys dýr, í høvuðsheitum høgguslokkur. Laksastyrja verður veidd vinnuliga. Trantkongafiskur. Trantkongafiskur (frøðiheiti - "Sebastes mentella") kann gerast 55 cm langur, men er vanliga styttri enn 45 cm. Hann livir í rættiliga stórari nøgd í Norðuratlantshavi, t.d. í Irmingarhavi, har ið nógv verður veitt av honum. Hann heldur til á 300-1000 metra dýpi og er ofta uppi í sjónum. Trantkongafiskur livir av rættiliga ymsari føði, t.d. smáum fiski. Nógvur fiskur gýtir ótroðin egg, men hjá trantkongafiski verða eggini gitin inni í fiskinum, og tískil leggur hann livandi larvur. Havtaska. Havtaska (frøðiheiti - "Lophius piscatorius") er ein fiskur, ið livir á grunnum. Havtaska kann gerast 200 cm long, men er vanliga styttri enn 100 cm. Hon er funnin á 20-1800 metra dýpi í øllum Atlantshavi. Havtaska hevur teinar á høvdinum, sum líkjast agni, sum hon lokkar annan fisk til sín við. Tá ið ein fiskur er nóg nær, letur havtaskan kjaftin upp og gloypir honum. Havtaska verður veidd vinnuliga. Havtaska hevur stórt, breitt og flatt høvd, við stórum og breiðum kjafti. Sporlið er nakað flatt fremst og meira rundligt aftari. Tveir stórir beinnaddar eru aftanvert eyguni. Tríggjar høgar stengur eru á bakinum, tann fremsta er heilt fram móti gronini. Henda stongin hevur ein skræðulepa við ljósgagni á toppinum, og hann verður brúktur at lokka fong til sín. Onnur stongin er beint aftan fyri hesa stongina. Triðja stongin er á nakkanum. Mitt á bakinum millum uggafjaðrarnar er ein lítil fjøður við 3-4 teinum, og hetta alt er fremsta ryggfjøðurin. Aftara ryggfjøðurin er oman á sporlinum, og ein gotfjøður undir. Tær eru umleið eins til støddar. Sterturin er lítil, tykist samanfallin og trevsutur. Hon hevur stórar uggafjaðrar, ið sita frammanvert miðjuna. Búkfjaðrarnar eru smáar og eru tætt saman. Tær sita mitt undir øsinum og venda nakað ímóti síðunum og minna um føtur. Tenninar eru nógvar, óregluligar, væl atskildar, langar og klænar, spískar og hvassar, afturábendar. Tær eru ójavnar í stødd, og í undirkjaftinum í mest sum tveimum røðum. Hon hevur smá eygu, sum sita nakað tætt saman. Roðsla er eingin. Táknaopini eru smá, eitt hvørjumegin aftan fyri og mest sum undir uggafjaðrunum. Fram við síðunum allan vegin runt kroppin eru smáir, trevsukendir skræðulepar. Hon er nakað broytilig eftir umstøðunum, men vanliga er hon einlitt brún og sprøklut, dimmari ella ljósari, viðhvørt við reydligum farra. Gráhvít er hon undir búkinum. Royggið er gráhvítt. Grønlandstussi. Grønlandstussi (frøðiheiti - "Himantolophus groenlandicus") kann gerast upp til 60 cm langur. Hann livir í øllum heimshøvum á stórum dýpi. Hann finnur sær føði á sama hátt sum havtaska. Kallfiskurin er sera lítil, men hann setur seg ikki fastan á kvennfiskin, eins og vanligt er hjá øðrum fiskasløgum, sum eru nær skyld við grønlandstussa. Tussafiskur. Tussafiskur (frøðiheiti - "Ceratias holboelli") kann gerast 120 cm langur, og tað er rættiliga stórt fyri ein djúphavsfisk. Hann er funnin í øllum heimshøvum á 120-1000 metra dýpi og finnur sær føði á sama hátt sum havtaska. Kallfiskurin er bert 4-6 cm langur og hann livir sum sníkur á kvennfiskinum. Lusifer. Lusifer (frøðiheiti - "Linophryne lucifera") kann gerast upp til 40 cm langur, men er vanliga styttri. Hann livir í Norðuratlantshavi á stórum dýpi. Kallfiskurin er sera lítil. Seilur. Seilur (frøðiheiti - "Gonostoma elongatum") er vanliga minni enn 30 cm langur. Hann er funnin í øllum heimshøvum á 500-1200 metra dýpi. Hann svimur upp á 50-400 metra dýpi um náttina og livir av smáum krabbadýrum og fiski. Silvurøks. Silvurøks (frøðiheiti - "Argyropelecus olfersi") er ein lítil fiskur (7 cm), sum livir í Eysturatlantshavi. Um dagin er hann at finna á 200-800 metra dýpi, men fer upp á 100-600 metra dýpi um náttini. Vit vita sera lítið um føðina. Tranthavmús. Tranthavmús (frøðiheiti - "Rhinochimaera atlantica") er ein stórur fiskur, sum kann gerast heilt upp til 140 cm langur. Hann er funnin frá Biskeiavíkini til Íslands og eisini út fyri Nova Scotia og Nýongland. Tranthavmús er á 500-1500 metra dýpi, og hon hevur meira tilknýti til botnin enn meginparturin av hinum fiskunum í hesi røð. Í mótsetningi til nógvar fiskar, gýtir hon bert nøkur fá, men stór egg. Vit hava lítlan kunnleika um føðina. Bláaskøta. Bláaskøta (frøðiheiti - "Neoraja caerulea") er ein lítil skøta, sum vanliga er minni enn 30 cm long. Hon livir í Norðuratlantshavi, t.d. á økinum við Rockall, á 600-1300 metra dýpi. Sum aðrar skøtur gýtir hon nøkur fá stór egg. Hon livir av øllum sløgum av botndjórum. Brosma. Brosma (frøðiheiti - "Brosme brosme") er vanlig undir Føroyum. Hon er annars við Svalbarð og Kolanesið, suður við Noregi, um alt Ísland, í Eysturgrønlandi og Útsynningsgrønlandi. Í Skagerrak, í norðara parti av Norðsjónum og við Írland. Hon er á bankum og tindum á víðum havi. Í vestara Atlantshavinum er hon frá Grand Bank til New Jersey. Brosma er long og breið í kropsskapi. Tvørskurðurin er mest sum rundur. Hon hevur eina langa ryggfjøður, sum byrjar uppi yvir hálvari uggafjøðurini og kemur aftur til stertin. Brosma hevur eina gotfjøður frá miðjuni á fiskinum til fremst á stertinum, breiðar og rundligar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar. Sterturin er heldur lítil og er avrundaður. Strikan bogar oman fyri uggafjøðurina. Hon hevur lítið høvd, smá eygu, lítlan kjaft, smáar tenn og finnu. Brosma verður upp í 120 cm long, vanlig longd er 40-90 cm. Hon er botnfiskur. Hon er av grunnum vatni, um 20 m. og niður á 1500 m. ella meir. Hýsa. Hýsa (frøðiheiti - "Melanogrammus aeglefinus") fæst rættiliga víða á leiðunum við Føroyar. Bæði á landgrunninum, Føroyabanka, Ytrabanka og Ytstabanka. Hon fæst bæði á grunnum vatni og niður ímóti 5-600 metra dýpi. Hýsa gýtir frá mars til mai. Gýtingin er tó í hæddini í sinnu helvt av apríl. Hon gýtir rættiliga víða. Men trý høvuðsgýtingarøki eru: eystan-, vestan- og norðanfyri. Hon gýtir eisini á Føroyabanka. Yngulin er uppi í sjónum teir fyrstu mánaðirnar. Men í august-september leitar hann niður at botni á umleið 100-500 metra dýpi. Hýsan veksur upp á vanligu fiskileiðunum, og smáhýsan er tí ikki so væl vard ímóti fiskiskapi sum t.d. toskurin. Í uppvøkstrinum er hon heldur ikki so væl vard ímóti fíggindum. Føðin hjá hýsuni eru ymisk slangukrossfiskur, krabbadýr, maðkasløg, og smáfiskur. Kalvi. thumb Kalvi (frøðiheiti - "Hippoglossus hippoglossus") er heimsins størsti flatfiskur. Hann verð­ur upp í 365 cm langur, kanska longri. Vanlig longd er tó 50-200 cm. Kalvi svimur bæði nær landi og út á 1000 m dýpi ella djúpari. Hann livur av krabba og fiski, men etur alt, sum hann klárar at fanga - eisini fugl sum lunda og mása. Kalvi hevur stórt høvd, stóran kjaft og smá eygu. Hann er dýrur fiskur, og tí verður nógv roynt eftir honum. Steinbítur. Steinbítur (frøðiheiti - "Anarhichas lupus") verður upp í 150 cm langur og heldur til úr taraskóginum og út á 500 m dýpi. Høvdið er heldur stórt og kubbut og líkist ikki høvdinum á øðrum fiski. Hann hevur stóran og sterkan kjaft, og tenninar eru ógvuliga sterkar. Fremst í kjaftinum hevur hann bog­aðar tøkutenn, og í gómanum eru kúputar tenn at bróta skeljar og krabbagággur við. Kanningar vísa, at 20 ára gamal steinbítur er í miðal ein metur langur. Kombikk. Kombikk (frøðiheiti - "Gasterosteus aculeatus") finnast úr fjøruni og í hyljum langt uppi í fjøllunum. Hesin lítli (sjáldan meiri enn 6 cm) fiskur, við trimum hvøssum píkum fyri fjaðrar á rygginum, er tann tolnasti fiskur, hvat salti og hita viðvíkur, á okkara leiðum. Hann trívist í reinum vatni eins væl og søltum sjógvi og har hitin er úr 0 °C til 21 °C. Men best dámar honum, tá tað er grunt við nakað av gróðri og lítlum røringi, til dømis í áarhyljum. Millum kombikk er tað kallfiskurin, ið ansar eggunum. Tíðliga á vári skiftir hann lit og byggir eitt reiður úr ymsum planturestum, sum hann límar saman við sevju úr nýrunum. Hagar lokkar hann kvennfiskar, eina ella fleiri, at gýta. Tá reiðrið er fult, 300-1000 egg, aktar hann reiðrinum til eggini klekjast, meðan hann við fjaðrunum alla tíðina rørir reinan sjógv at reiðrinum. Kombikk hava stóran týdning sum føðikelda hjá sjófugli fram við landi og smáfiski. Kombikk verða tí oftast ikki eldri enn 1-1½ ár og í rárasta føri 4 ár. Rútar kongur. Rútar kongur (frøðiheiti - "Neocyttus helgae") er ein sjáldsamur fiskur á føroyskum leiðum. Í royndarfiskiskapi eftir búrfiski á 1100 m dýpi vestarliga í føroyskum sjógvi fekk Magnus Heinason í februar 1993 um hálvthundrað av hesum fiski. Fiskurin hevur enn einki føroyskt navn, men av skapinum eyknevndi manningin á Magnusi hann 'Rútar kong'. Fiskurin er um 20 cm til longdar, og hann er nærum eins hávaksin, men mjávaksin, sum flatfiskur tvørtur um. Liturin er ljósagráur við svørtum í fjaðrunum. Rygg- og gotfjaðrarnar hava sterkar píkar. Hann hevur stór eygu og lítlan munn. Í Norðuratlantshavi er hann fyrr bert funnin á dýpum frá uml. 1000 til 1200 m. Áarsíl. Áarsíl (frøðiheiti - "Salmo trutta fario"). Í mun til sjósíl (latín "salmo trutta trutta"), ið fáa mesta vøksturin í sjógvi, liva áarsíl alt lívið í áum, vøtnum og løkjum. Tað hevur sama lit alt lívið og líkist sjálvt 6-7 gamalt einum óbúnum sjósíli. Áarsíl verða vanliga aðrastaðni ikki kynsbúgvin, fyrr enn tey eru 30 cm. til longdar. Men í kørgu áunum og vøtnunum í Føroyum eru tey kynsbúgvin longu, tá tey eru 13-14 cm. til longdar ella uppaftur fyrr. Livilíkindini hjá sílum í Føroyum er nær tengt at avfallinum og umhvørvinum annars. Vaksandi jarðarbrúki í nógvum dølum førir til, at tøð lekur í áirnar, og dálking annars er eisini ein vandi. Byrgingar til ymisk endamál tøma áirnar, tá turkur er. Upprunin til áarsíl, ið ofta eru í avbyrgdum vøtnum, er helst, at sjósíl hava verið avbyrgd frá sjónum í longri tíð. Búrfiskur. Búrfiskur (frøðiheiti - "Hoplostethus atlanticus") verður til støddar uml. 70 cm. Hann er hávaksin við stórum høvdi, hægstur (1/3 av longdini) beint aftan fyri høvdið. Kjafturin er stórur, svartur innan og stendur á skák. Hann hevur fleiri píkar á høvdinum, og roðslan eftir strikuni er beinakend og á hesum fiskaslagi størri enn annars. Liturin á kroppinun er fagurt reyðgulur, og høvdið reytt. Í Norðuratlanshavi er hann undir Íslandi og suður til Biskayavíkina og við Azorurnar. Annars livir hann á sunnaru hálvu. Við New Zealand, Australia og Tasmania eru tað í fleiri ár fiskaðar stórar nøgdir av búrfiski. Á okkara leiðum er hann fyri tað mesta fingin djúpari enn 600 m og oftast fram við brøttum hellingum og fram við tindum í sjónum. Á sunnaru hálvu veksur fiskurin sera spakuliga, og í Australia rokna fiskifrøðingar við, at bert uml. 3% av samlaðu stovnunum kunnu fiskast árliga, uttan at stovnurin minkar. Stjørnufrøði. Stjørnufrøði er grein innan náttúruvísindini, sum snýr seg um rúmdarlutir so sum fastastjørnur, gongustjørnur, halastjørnur, stjørnubreytir og stjørnuskipanir. Hon snýr seg eisini um fyribrigdi uttan fyri jarðarinnar atmosferu (til dømis kosmisku bakgrundsstrálingina). Hon fæst við evolutión, alisfrøði (fýsikk), meteoronomi og hvussu himinknattar ella rúmdarlutir ferðast, og við hvussu alheimurin bleiv til og hvønn veg hann mennist. Stjørnufrøðin er ein av elstu vísindagreinum. Í forðum eygleiddu stjørnufrøðingar náttarhimmalin og royndu at gera ymsar skipanir, og sera gomul astronomisk tól eru funnin ymsastaðni, men tað var ikki fyrr enn stjørnukikarin varð uppfunnin, at astronomiin bleiv ein røtt vísind. Allar hesar lærur og hesi fyribrigdi hava verið partur av astronomi: astrometri, himnanavigatión, eygleiðandi astronomi, stjørnuspá og hvussu kalendarir vórðu gjørdir. Í dag verður stjørnufrøði mett vera tað sama sum astrofýsikk. Í 20. øld fór stjørnufrøðin sundur í eygleiðandi og ástøðiliga stjørnufrøð. Eygleiðandi stjørnufrøði fæst við at fáa upplýsingar til vega og granska tær á grundleggjandi alisfrøðiligan hátt. Ástøðilig stjørnufrøði mennir telduskipanir og analýtiskar skipanir, sum skulu frágreiða stjørnufrøðilig lutir og fyribrigdi. Hesar báðar greinirnar hanga saman, av tí at ástøðiliga stjørnufrøðin roynir at greiða frá tí, sum eygleiðandi stjørnufrøðin sær, og eygleiðingarnar styrkja ástøðina. Amatørstjørnufrøðingar eru ofta líka góðir sum rættir stjørnufrøðingar, serliga tá umræður at eygleiða stokkut fyribrigdir á himmalinum Millumtjóða orðið astronomi merkir ”stjørnulóg” ella “stjørnumentan” og ikki ”stjørnufrøði”. Í roynd og veru hevði føroyska orðið stjørnufrøði riggað betur til millumtjóða orðið “astrologi”. Í dag eitur astrologi tó stjørnuspá. Orðið er grikskt og stavast αστρονομία (astronomia, av astron, sum merkir “stjørna”, og nomos, sum merkir lóg ella mentan). Undir teirri eygleiðandi stjørnufrøðini eru fleiri aðrar lærur, til dømis radiostjørnufrøði, sum granskar stráling við longri bylgjulongd enn ein millimetur, infrareyð stjørnufrøði, sum finnur og granskar infrareyðar strálur (longri bylgjulongdir enn reytt ljós), ljósstjørnufrøði, ultraviolett stjørnufrøði, røntgustjørnufrøði og gammastrálustjørnufrøði Albanskt mál. Albanskt mál er málið í Albania og Kosovo. Móðurmál hjá um 5 750 000 fólkum, harav um 3 200 000 í Albania og slakari 1 800 000 í Kosovo. * Enskt mál. Lond við meiriluta av fólki, ið tala enskt. Enskt mál (ella eingilskt'") er móðurmál hjá umleið 360 000 000 fólkum, harav um 210 000 000 í USA (amerikanskt enskt), um 55 000 000 í Stóra Bretlandi, góðum 17 000 000 í Kanada, um 15 700 000 í Avstralia, sløkum 3 500 000 í Suðurafrika, um 3 200 000 í Nýsælandi og um 2 600 000 í Írlandi. Enskt er eitt av stóru heimsmálunum. So hvørt sum heimshandilin veksur, og politikkur fer um landamørk og verður til altjóða politikk, og nýtslan av internetinum økist, er enskt vorðið eitt slag av felags máli hjá fjøld av fólki kring heimin. Hetta sæst eina best í vísindunum. Nú á døgum verða umleið 80 prosent av øllum vísindaligum tekstum skrivaðir á enskum. Summi vænta, at í 2030 fer helmingurin av øllum fólkum á jørðini at duga enskt. Enskt er málið hjá Bretlandi, sum søguliga var stórt heimsveldi, og eisini er tað málið í USA, einum av heimsins stórveldum. Tessvegna vilja mong lond ikki vita av enskum sum felagsmáli; tí hetta kenst eyðmýkjandi sum mismunur og vanvirðing móti øðrum tjóðmálum. Enskt er eitt hitt mest umtókta málið í heiminum, men tað er langt frá almennari nýtslu um allan heim. Seinastu árini er enska málið byrjað at fáa eitt ráðandi pláss í føroyska samfelagnum. Kenniorð. Bundna kenniorðið verður nýtt í sambandi við ávís staðanøvn, t.d. lond, sum enda við “states”, “kingdom” ella “republic”. Bundna kenniorðið verður nýtt í sambandi við nøvn á skipum, dagbløðum, matstovum og almennum bygningum, lista og forngripasøvnum. Óbundna kenniorðið er "a"/"an". Bundna kenniorðið er "the". Á føroyskum verður óbundna kenniorðið bent í kynjum og føllum: ein/eitt/einum/eini/o.s.fr. Á enskum hevur óbundna kenniorðið bert tveir formar: “a” og “an”. Tað er byrjanarljóðið á orðinum aftan á kenniorðið, sum ger av, um vit nýta “a” ella “an”. Tað eitur "a" framman fyri hjáljóð. T.d. “a man” ella “a horse”. Tað eitur "an" framman fyri sjálvljóð. T.d. “an old man” ella “an hour” (h hoyrist ikki). Óbundna kenniorðið verður í høvuðsheitum nýtt sum á føroyskum, t.e. framman fyri teljandi navnorð í eintali. T.d. “an apple grows on a tree” (eitt súrepli veksur á einum træi). Men framman fyri óteljandi navnorð er einki "a"/"an", t.d. “bread is made from flour” (breyð er gjørt úr mjøli). Í óbundnari tíðarmerking nýta vit vanliga “one”, t.d. “one day her husband came” (ein dagin kom maður hennara heim). Tó kann ta eita “a”/“an” í sambandi við fyriseting, t.d. “on a warm summer morning” (ein heitan summarmorgun). Einki “the” er í mótsetningum, ella tá ið orðini eru hjáorð, t.d. “from right to left” (frá høgru til vinstru) ella “the room faces north” (kamarið vendir norðureftir). Summi navnorð hava eina óavmarkaða og eina avmarkaða merking, t.d. “life”, “death”, “hope”, “society” ella “unemployment”. Við óavmarkaðari merking eru orðini óbundin. Við avmarkaðari merking eru tey bundin. T.d. óbundin á enskum “we often put the blame on "society"” (vit geva ofta samfelagnum skyldina) og bundin á enskum “"the society" we are living in” (hetta samfelagið…). Navnorð

. Á føroyskum bendast navnorðini í føllum, kynjum og tali: drog/drongur/dreingir/o.s.fr. Á enskum bendast tey bert í tali: eintal “boy”, fleital “boys”. Summi navnorð er óteljandi og koma bara fyri í eintali, t.d. “heat”, “weather” ella “water”. Flest navnorð fáa í fleirtali endingina s. Framburðurin er [s] ella [z]. T.d. “book, books”, “cab, cabs”, “boys, boys”. Navnorð, sum í eintali enda við s-ljóði fáa endingina es. T.d. “watch, watches ella “bus, buses”. Orð, sum í eintali enda við y eftir hjáljóð, fáa í fleirtali endingina ies. T.d. “lady, ladies”, “hobby, hobbies” ella “story, stories”. Y verður óbroytt, um sjálvljóð stendur frammanfyri, t.d. “boys, boys”, “day, days” ella “key, keys”. Nøkur orð, sum enda við o, fáa í fleirtali endingina es, t.d. “tomtato, tomatoes”, “hero, heroes”, “vulcano, vulcanoes”. Onnur fáa endingina s. Hetta eru serliga nýggj orð, t.d. til tøkni ella tónleik, og stytt orð. T.d. “video, videos”, “kilo, kilos” ella “piano, pianos”. Við hvørt eru báðir møguleikar: “cargo, cargo(e)s”, “commando, commando(e)s”. Trettan orð, sum í eintali enda við f ella fe fáa í fleirtali endingina ves, t.d. “calf, calves”, “knife, knives”, “life, lives”, “wife, wives”. Framburður [vz]. Onnur orð við f(e) bendast reguliga. Framburður [fs]. T.d. “chief, chiefs”, “safe, safes”, “proof, proofs”, v.f. Summi orð kunnu taka [fs] ella [vs], t.d. “scarf, scarfs/scarves”, “hoof, hoofs/hooves”, “wharf, wharfs/wharves”. Sjey orð fáa umljóð í fleirtali. Tey flestu av hesum fáa eisini umljóð í føroyskum. T.d. “man, men”, “foot, feet”, “goose, geese”, “mouce, mice”, v.f. 3 orð fáa í fleirtali endingina (r)en, t.d. “child, children” og “ox, oxen”. “Hundred”, “thousand”, “million” og “dozen” (dusin) fáa einki s í fleirtali, tá ið eitt tal stendur frammanfyri, t.d. “a dozen knives”, “six million bucks” ella “five thousand vehicles”. Men tey fáa s í fleirtali, um einki tal stendur frammanfyri, t.d. “thousands of people” (í hundraðtali) ella “dozens of people” (í hópatali). Í sambandi við “several” fáa tey einki s, t.d. “several hundred soldiers” (fleiri hundrað). Summi navnorð eita tað sama í bæði eintali og fleirtali. Her eru nøkur: “series” (sendirøð), “headquarters” (høvuðsstøð), “spacecraft” (rúmdarfar), “steelworks” (stálverk) og “species” (djóra-/plantusløg). Summi djór, serliga tey, ið verða veidd ella nýtt til matna, eita tað sama í bæði eintali og fleirtali, t.d. “sheep”, “deer”, “fish”, “trout”, “haddock”, “salmon”, v.f. Summi navnorð eru bert í fleirtali; orð, sum merkja lutir, ið eru samansettir av tveimum pørtum (parorð), standa í fleirtali á enskum, men ikki altíð á føroyskum. T.d. “trousers” (buksur), “jeans” (cowboybuksur), “shears” (greinasaksur), “scissors” (saksur), “compasses” (passari), v.f. Skalt tú viðmerkja, at tú hevur eitt ella fleiri einstøk, mást tú siga “a pair of”, “two pairs of”, o.s.fr. Hesi orðini eru vanliga bert í fleirtali: “arms” (vápn), “customs” (tollur), “pains” (ómakur). Við aðrari mering hava hesi eisini ein eintalsform: “arm” (armur), “custom” (vani), “pain” (pína). Hesti orðini eru vanliga í fleirtali, hóast tey ikki hava fleitals-s: “cattle” (neyt), “police” (løgregla), “people” (fólk), “youth” (ungdómur), “military” (hervald). “People” og “youth” kunnu hava regluliga fleirtalsending, men tey hava tá aðra merking; t.d. “the peoples of Africa” (fólkasløgini í Afrika). Fornøvn. Persónsfornøvn standa vanliga í sama falli á føroyskum og enskum, t.d. “I love you” (eg elski teg), “he gave me a gift” (hann gav mær eina gávu) ella “I looked at her” (eg hugdi at henni). Við hvørt er munur á føroyskum og enskum. Á føroyskum stendur umsagnarliður til grundlið í hvørfalli, t.d. “tað eri eg”. Á enskum er vanligt í talumáli at seta hann í hvønnfalli, t.d. “it is me” ella “it is I” (hátíðarligt mál). Hvønnfall kann somuleiðis í gerandisligum máli vera nýtt í sambandi við “as” og “than”, t.d. “she is as clever as him” ella “he is older than me”. Á føroyskum hava vit kvennkyns-, kallkyns- og hvørkikynsorð. Á enskum eru flest navnorð hvørkikyn, t.d. “boat” (it, hann), “lamp” (it, hon) ella “tree” (it, tað). “He” og “she” verður nýtt um fólk,men kann tó í ávísum førum nýtast um annað enn fólk, t.d. lond, skip og djór. Vanligt er at nýta “she”/“her” um skip, serliga tá ið tú hevur persónligan áhuga fyri tí, ella um tað er nevnt við navni. “She”/“her” verður somuleiðis nýtt um lond, tá ið hugsað verður um landið sum tjóð, t.d. “Iceland gained her independence in 1944”. Á enskum er vanligt at siga “it” um djór; “he”/“she” kann tó verða sagt um djór, ið eru knýtt at menniskjum, t.d. “Is that your cat? She is beautiful”. Eisini siga vit “he”/“she”, tá ið dentur verður lagdur á kynið á djórinum, t.d. “she is a mare” (ryssa). Kvenndjórið og kalldjórið hava ofta serstøk nøvn eins og á føroyskum. Tá ið "tað" vísir aftur á ein setning, kann tað á enskum eita “so”. Hetta er í sambandi við orð sum t.d. “think”, “hope”, “say”, “suppose”, v.f. T.d. “yes, I think so” (eg haldi tað) ella “I hope so” (eg vóni tað). "Tað" í sambandi við "eisini" eitur á enskum “so”, t.d. “she was ill, and so was Peter” (hon var sjúk, og tað var Pætur eisini). "Tað" eitur “it”, tá ið vit ikki kunnu vita, hvønn vit tosa um, t.d. “who is on the phone? It is secret” (tað kundi verið ein og hvør). "Tað" eitur “he”/“she”, tá ið vit vita, hvønn vit tosa um, t.d. “Do you know that guy? Yes, he is a buddy of mine” (vit síggja persónin). “There” verður nýtt sum eykagrundliður, tá ið rætti grundliðurin er eitt navnorð, t.d. “there is a man outside”. 

“It” verður vanliga nýtt um tíð (t.d. “it is twelve o’clock somewhere”), frástøðu (t.d. “it is a long way to Arkansas”) og veðrið (t.d. “it is so cloudy here”). “It” verður nýtt, tá ið rætti grundliðurin er: navnháttur (“it is wrong to steal”) og ing-formur (it is no use to vote that way”). “It” verður nýtt sum eykagrundliður framman fyri "that"-setningar, t.d. “it says in the report that two women were killed”. Á føroyskum hevur ognarfornavnið sama form, um tað stendur í sambandi við navnorð, ella tað stendur einsamalt (navnorðsformur): hatta er mín hundur/hundurin er mín, á enskum eru tveir formar “that is my dog” og “the dog is mine”. Ognarfornøvn fáa ikki apostrof sum hvørsfalsmerki, t.d. “the baby has got its first tooth” ella “he didn’t find his own keys, so he took hers”. Á enskum er einki orð, sum svarar til tað føroyska sín/sítt/hjá sær. Í staðin nýta bretar ognarfornavnið “his”, “her”, “its”. T.d. “he spoke to his son” (son sín/sonin) ella “the kid lost its ball” (bóltin hjá sær). Portugal. Portugal ella Portugál (portugisiskt: "República Portuguesa") er lýðveldi í Evropa. Lýðveldið fevnir eisini um um partvíst sjálvstýrandi oyggjabólkarnar Azorurnar og Madeira. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning, helst á Algarvestrondini. Høvuðsstaður er Lissabon, og londinum hevur umleið 11 millionar íbúgvar. Aðrir stórir býir er Porto, Faro, Beja og Portalegre. Portugal hevur bara mark við Spania. Høvuðsmálið er portugisiskt. Søga. Portugal, sum var mæt siglingartjóð og átti hjálond í Afrika, Suðuramerika og Asia, fekk sjálvræðið aftur í 1640, og hevði tá verið undir Spania í 60 ár. José kongur í Portugal setti Sebastião de Carvalho (seinni Markisur í Pombal) í høgt embætisstarv í 1750 og sum forsætisráðharra í 1756. Pombal var helst kendasti politikarin í Portugal í nýggjari tíð. Hann stýrdi í stívliga 20 ár og nýskapaði portugisiska búskapin, herin og skúlaverkið, styrkti ídnaðin, skapaði menning í hjálondunum, skerdi vald aðalsmanna, steðgaði inkvisitiónini og rendi jesuittarnar av landinum. Men hann stýrdi harðliga og fór ikki fram við mýkindum ímóti mótstøðumonnum sínum. Tá ið José kongur doyði í 1777, varð Pombal settur frá. Fólkaslagið sigst vera einsartað, men eygleiðir tú fólkamongdina í býunum, til dømis Lisboa, leggur tú skjótt til merkis, at tey suðurevropeisku andlitini fáa mótspæl av afrikanskum. Hesi stava í høvuðsheitum frá fyrrverandi portugisiskum hjálondum, m.a. Angola og Mosambik, har tað var frítt at fara ímillum, áðrenn londini leysrivu seg frá Portugal. Í 1800-árunum fluttu nógvir portugisar til Brasilia, og eftir seinna heimsbardaga fluttu nógvir til Fraklands og Týsklands. Samstundis eru nógvir portugisar fluttir aftur til Portugals frá afrikansku hjálondunum. Fyrst í 15. øld stovnaðu portugisar sjómansskúla, og ta øldina og næstu hildu portugisiskir sjófarar um allan heim og løgdu landøki undir Portugal í Asia, Afrika og Suðuramerika. Frá 1932 til 1986 stýrdi einaræðisharrin Oliveira Salazar landinum, men eftir hernaðarkvett í 1974 tók herurin seg heilt burtur úr politikki. Portugal gjørdist limur í ES 1986, men er enn eitt av fátakastu londunum í Vesturevropa. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning, helst á Algarvestrondini. Fólkið. Næstan alt fólkið í Portugal er katolikkar. Portugisar eru ættkærir, og genturnar búgva ofta heima hjá foreldrunum, til tær verða giftar, tó er nú vorðið alt vanligari, at gentur nema sær útbúgving og fara út at arbeiða. Queima das Fitas er stevna, sum verður hildin í mai, tá ið lestrartíðin á lærdu háskúlunum er av. Seinastu árini eru einir 3 mió portugisar farnir í onnur lond at arbeiða. Summir fara einsamallir, men senda pening heim. Matur. Portugisar hava traditión fyri at eta bacalhau (klippfisk) í stórum mongdum. Summi siga, teir hava 365 ymiskar uppskriftir (eina til hvønn dag í árinum), onnur at uppskriftirnar eru minst 1000 í tali. Klippfiskurin verður keyptur úr norðurlondum, og eisini føroyingar hava útflutt klippfisk til Portugals. Nú á døgum framleiða føroyingar tó ikki klippfisk longur, og stórur partur av portugisiska døgurðamatinum verður innfluttur úr Noregi. Landið framleiðir millum annað portvín (serliga í Porto) og Vinho Verde (grønt vín), sum er eitt slag av óbúnum hvítvíni. "Grønt" sipar ikki til litin, men til, at vínið er ungt. Listhandverk. Leirvøra úr Portugal er gitin fyri vakurleika, helst leirflísar, nevndar "azulejos", sum mest verða nýttar til prýðis. Á gøtumarknaðum og torgum er vanligt at selja ymist listahandverk, til dømis litfagrar leirvørur, málaðan húsbúna, glassvørur og postalín. Snøgt silvursmíð og vakurt baldýrað klæði av portugisisku oynni Madeira verður flutt út um allan heim. Landafrøði. Stórur partur av Portugal er víður háslætti, nevndur "Meseta". Har er næstan eingin skógur. Um summarið er so heitt, at næstan allar áir eru turrar. Um veturin fellur hitin ofta niður um frostmarkið, og kavaroksódnir eru ikki óvanligar. Avfallið á háslættanum er so lítið, at bøndurnir mega veita vatn á dyrkilendi. Landslutir í Portugal. 9. Castelo Branco 15. Vila Real 18. Viana do Castelo Búskapur. Í Spania og Portugal er heitt miðjarðarhavsveðurlag, og í báðum londum hevur ferðavinnan stóran búskaparligan týdning.Bæði londini hava stóran fiskiflota og eru ímillum størstu fiskivinnutjóðir í ES. Í Portugal verður m.a. framleitt portvín, kork (tundur) og pinjukjarnur til útflutnings. Harumframt hevur landið eina ríka leður- og skinnframleiðslu, og taskur, belti og skógvar verða ofta portugisiskt framleidd til heimsmarknaðin. Danska skógvamerkiðECCO fær nú á døgum stóran part av vøruni framleidda í Portugal. Arbeiðshættirnir í landbúnaðinum í Portugal eru enn nógvastaðni sum teir hava verið í øldir, og í summum bygdum er framvegis vanligt at pløga við oksum. Ein hin týdningarmesta grøðin er mais, sum Kristoffur Kolumbus hevði við sær úr Amerika í 15. øld. Nógv verður eisini dyrkað av oljuberum og fikum. Vín, tundur og tomatir eru týðandi útflutningsvørur, og fiskiskapurin hevur stóran týdning í býum og bygdum fram við strondini. Um triðingin av Portugal veksur tundureikin. Tjúkki, óslætti børkurin verður flustur uttan av trænum og lagdur at turka. Síðan verður hann kókaður ella guvaður og trýstur saman í stórar plátur og er liðugur at selja. Einki land í heiminum flytur so nógv tundur út sum Portugal. Tundur verður m.a. nýtt til fløskutøppar, gólvflísar, inniskógvar og í badmintonbóltum. Tað er bara loyvt at flysa børk av einum træi 9. hvørt ár. Børkur veksur á trøunum á meiri enn eina øld. Stonehenge. Stonehenge er eitt yngra steinaldar og bronsualdar fornminni tætt við Amesbury í enska landslutinum Wiltshire, umleið 13 km í ein útnyrðing úr Salisbury. Tað er uppbygt av vøllgørðum rundan um eina runda uppseting av stórum reistum steinum og er eitt hitt kendasta fyrisøguligu støðunum í heiminum. Fornfrøðingar halda steinarnar verða millum 2500 f.Kr. og 2000 f.Kr. tó, at umverandi rundu vøllgarðarnir og grøvin, sum eru eldsti parturin av fornminninum, eru tíðarfest til umleið 3100 f.Kr.. Stonehenge og tað, sum er rundanum, eru sett á listan hjá UNESCO sum eitt World Heritage Site í 1986, og er við lóg vart eftir bretskari lóg sum "Scheduled Ancient Monument". Upprunafrøði. "Stonehenge Complete" eftir bretska fornfrøðinginum Christopher Chippendale sigur orðið Stonehenge koma frá angulsaksisku orðunum "stān", ið merkir "steinur", og annaðhvørt "hencg", ið merkir "hongsul" ella "hen(c)en", ið merkir gálgi ella "píningartól". Miðaldargálgar vóru uppbygdir av tveimum lodrøttum pettum við einum petti omaná tey bæði, sum minnir um nakrar uppsetingar í Stonehenge, heldur enn at líkjast einum umvendum L-skapi, sum vit kenna betur í dag. Gamlar tulkingar. Nógvir søgufrøðingar eru ávirkaðir av sagnum í sínum frágreiðingum. Sambært summum sagnum læt gandakallurin Merlin ein risa byggja verkið fyri seg ella flutti tað við gandi frá Mount Killaraus í Írlandi, meðan aðrar siga Djevulin standa aftanfyri. Henry of Huntingdon var fyrstur at skriva um verkið umleið 1130, skjótt fylgdur av Geoffrey of Monmouth, sum var fyrstur at skriva hugfloygd sambond við Kong Arthur, sum gjørdi verkið til ein part av einum víðari evropeiskum romantikki. Í 1615 vildi enski arkitekturin Inigo Jones vera við, at Stonehenge var eitt rómverkst tempul halgað Caelus, (latínskt navn fyri grikska Ouranos, og bygdi eftir tuskansku ordanini. Seinri viðmerkjarar hildu, at danir reistu tað. Sjálvt seint í nítjandu øld fingu saksar ella onnur lutfalsliga ung samfeløg heiðurin fyri verkið. Tær fyrstu akademisku royndirnar at kanna og skilja fornminnið vórðu gjørdar umleið 1740 av William Stukeley. Sum hann var vanur, gjørdi hann tann feilin, at geva druidum heiðurin. Tó kom hann við teimum fyrstu tekningunum av staðnum, sum gjørdu fleiri lýsingar gjørligar av skapinum og týdninginum. Frá sínum arbeiði megnaði hann, at vísa á ein stjørnufrøðiligan ella tíðarteljingarligan leiklut av setanini av steinunum. Tá ið nítjanda øld byrjaði, megnaði John Lubbock at tíðarfesta staðið til bronsuøld út frá bronsufundum nærhendis. Ormurin langi (kvæði). Ormurin langi er eitt kvæði eftir Jens Christian Djurhuus (1773-1853), bóndi við Sjógv í Kollafirði og tí ofta nevndur Sjóvarbóndin. Kvæðið snýr seg um Ólav Tryggvason. Tá ið vit koma inn í 19. øld, er stórur áhugi fyri tí føroyska kvæðaskattinum. Longu fyri 1800 hevði Jens Christian Svabo fest kvæðir á blað, men tað er serliga eftir 1800 at ferð av álvara kemur á innsavningina av kvæðum. Her kunnu vit nevna menn sum Johan Henrik Schrøter, Jóannes í Króki, og seinni V. U. Hammershaimb. Í fyrstani var áhugin eyðvitað størstur fyri teimum gomlu kvæðunum, tí tey vórðu hildin at hava serligt søguligt virði, men áhugin fyri yngri kvæðum og táttum vaks eisini so við og við. Persónar við skaldagávum yrkja nýggj kvæðir, meira ella minni í gomlum stíli. Eitt tað fremsta navnið í tí samanhangi er Jens Christian Djurhuus. Sjóvarbóndin hevur yrkt fleiri kvæðir og tættir. Hann hevur yrkt Ormin langa, Sigmunds kvæði yngra, Leiv Øssursson, Grettis kvæði, Guðbrands kvæði og Viljorm Kornus. Kendastur av táttunum hjá honum er Leirvíks-Páll, men hann hevur eisini yrkt aðrar, og hann hevur verið við til at yrkja Billu-Símunar tátt (úr Kvívík hoyrdist sjongur). Eitt tað mest sermerkta verk frá hansara hond er Púkaljómur, eitt religiøst epos, ið byggir á Paradise Lost eftir enska skaldið John Milton, sum livdi í 1600-talinum. Sjóvarbóndin hevur kortini brúkt ta donsku umsetingina frá 1790. Vit vita ikki hvat ár Sjóvarbóndin hevur yrkt kvæðið um Ormin langa. Men tann elsta uppskriftin vit hava, er frá 1819, og hana hevur Jóannes í Króki heima á Sandi gjørt, og aftur í 1823 skrivar hann kvæðið tá ið hann tekur tað upp í Sandoyarbók sína, og tá sigur hann seg hava fingið kvæðið frá Sjóvarbóndanum sjálvum. Tá ið Svend Grundtvig og Jørgen Bloch í 1870- og 1880-unum savnaðu og skipaðu alt tað føroyska kvæðatilfarið í heildarútgávuna “Føroya kvæði”, høvdu teir 6 uppskriftir av kvæðnum til taks. Seinri er ein uppskrift komin undan kavi sum yrkjarin sjálvur hevur skrivað, men vit vita ikki nær. Í dag nevna øll kvæðið fyri ”Ormin langa”, men tað stuttliga er at Sjóvarbóndin sjálvur ikki brúkar tað heitið, men kallar tað ”Óla Tryggasons kvæði”, og tað eitur tað eisini hjá Jóannesi í Króki. Summir uppskrivarar kalla tað bara ”Ólav Tryggason” ella ”Ólavur Trygvason”. Hetta síðsta er tað heitið sum Grundtvig og Bloch settu sum yvirskrift í Føroya kvæðum. Fyrstu ferð kvæðið sæst nevnt við skipsheitinum, er í eini uppskrift sum J. P. Skåle, ið var sýslumaður í Suðuroy, gjørdi í 1846, tá ið hann kallar tað ”Kvæðið um Ormin langa”. Í eini uppskrift úr Havn frá 1871 eitur tað ”Ormurin hin langi”. Og ”Ormurin langi” er heitið sum Hammershaimb valdi at brúka í útgávu síni í Færøsk Anthologi (1891). Nøkur ár frammanundan (í 1882) hevði kvæðið verið prentað sum framhaldstekstur gjøgnum fleiri Dimmalættingar og nevndist tá ”Kvæðið um Ormin langa”. Síðan tykist skipsnavnið hava sigrað sum heiti á kvæðnum. Ikki er orðalagið heilt tað sama í teimum ymsu uppskriftunum av kvæðnum. Tá ið Ormurin langi verður kvøðin í dag, er tað altíð sum hann er prentaður í Anthologiini (og Dimmalætting). Eisini kann nevnast at ta fyrstu tíðina er ivi um hvat niðurlag skal brúkast til kvæðið. Sjóvarbóndin hevur einki niðurlag í síni uppskrift, Jóannes í Króki, sum fekk kvæðið frá yrkjaranum, uppgevur ”Ólavur kongur herjar hann mót trøllum” sum niðurlag, uppskriftin frá 1871 brúkar ”Noregis menn, dansið væl og stillir”. Bara ein uppskrift (úr Nólsoy) hevur ”Glymur dansur í høll”. Tað er eisini hetta niðurlag vit finna í Anthologiini (og prentinum í Dimmalætting). Hetta var niðurlag sum frammanundan var kent frá fleiri gomlum kvæðum. Anthologi-útgávan hevur havt avgerandi týdning fyri hvussu Ormurin langi verður kvøðin. Kvæðið um Ormin langa er yrkt eftir frásøgnini í Heimskringlu um tann tiltikna sjóbardagan við oynna Svøldur ár 1000, tá ið tann danski kongurin Sveinur Tjúguskegg, tann svenski Ólavur Skeytkongur og tann norski jallurin Eirikur Hákunarson herjaðu á Ólav Trygvason, Noregs kong, sum var á veg heim úr Vendlandi til Noregs umborð á navnframa skipi sínum Orminum langa saman við herflota sínum. Endin á bardaganum var – sum øll vita – at Ólavur kongur – tá ið hann sá at stríðið var tapt - leyp í havið, og tað sama gjørdu teir ið eftir vóru av monnum hansara. Eingin veit hvar hesin bardagin hevur verið, tað er óvist um nøkur oyggj hevur itið Svøldur (harafturímóti skal ein á á Vendlandi hava borið tað navnið). Sjóvarbóndin letur Ólav sigla í Eysturhavi (sum má vera Eystrasalt) og síðan inn í Oyrasund, og har hugsar hann sær oynna og sjóbardagan í sundinum við oynna. Á 10 frímerkjum frá 2006 í teirri nýggju røðini eru avmyndaðar nakrar av hendingunum í tí drama sum kvæðið lýsir. Vit síggja knørrin verða bygdan og flotaðan, vit síggja kongin sita í hásæti og Einar Tambarskelvir koma ”av bergi oman” og síggja teir sigla út í hav. Vit síggja Ormin og hini skipini sigla inn í sundið, meðan mótstøðumenninir standa á landi og eygleiða hann. Umborð á Orminum síggja vit Úlv, tann reyðhærda stavnamannin, og kongin saman við Einari Tambarskelvir uppi í lyftingini. Vit síggja flotarnar bresta saman og høvur og kroppar tumbla í havið, og at enda síggja vit Eirik jall við sínum monnum ganga upp á Ormin og taka hann, og jallurin kann taka róður í hond. Kvæðið um Ormin Langa hevur eisini verið livandi kelda til navnagávur. Dømi úr nýggjari tíð er Róðrarfelagið Knørrur, ið hevur givið øllum bátum sínum nøvn úr kvæðinum. Tað ber til at siga at kvæðið um Ormin langa er vorðið fólkaogn. Hvørt mansbarn í Føroyum kennir tað, og tað hevur verið lisið og lært í nógvum skúlum. Tað munnu vera fá, ið hvussu so er av fólki við einum sindri av áhuga fyri kvæðum og dansi, sum ikki duga at kvøða uppií tá ið tað er havt á gólvi. Kvæðið er væl sett saman, frásøgnin er livandi og hongur væl saman, og orðalagið er fyndugt. Glitnir. "Glitnir" ímyndar týdningin av umrøðu heldur enn at brúka vald sum máti at loysa trætur í norrønari siðvenju. Tofta Ítróttarfelag. B68 kempar her fyri at yvirliva í bestu deildini. Teir manglaðu bert eitt mál. Sjálvt málmaðurin fór fram og royndi at skora. B68 (Fult navn: Tofta Ítróttarfelag) er fótbóltsfelagið á Toftum. Felagið varð stovnað 21. desember 1962. Søga. Fyrstu 8 árini spældi felagið í meðaldeildini, sum næstbesta deildin tá nevndist. Í 1976 varð føroyska fótbóltskappingin umskipað, og í tíðarskeiðnum 1976-1980 spældi B68 framvegis í næstbestu deildini, sum tá nevndist 2. deild. Í 1980 vann felagið 2. deild, og flutti upp í 1. deild. Fyrstu ferð felagið royndi seg í bestu deildini var sostatt í 1981, og har spældu teir í samfull 24 ár til 2004, tá teir fluttu niður. Í 2005 vunnu teir næstbestu deildina, men fluttu beinleiðis niður aftur í 2006. Í 2007 vunnu teir aftur næstbestu deildina, og hava síðani 2008 aftur verið í bestu deildini, sum nú verður rópt Effodeildin. Í 1984 vann B68 sítt fyrsta føroyameistaraheiti í 1. deild hjá monnum, og árið eftir endurtóku teir hetta bragd. Seinast felagið vann bestu deildina var í 1992. Í 2012 endaði B68 á einum 9. plássi og flutti niður í 1. deild, har teir spæla í 2013. Teir vóru javnir í stigum við TB og spældu seinasta avgerðandi dystin móti júst TB við Stórá. Kravið var at teir vunnu við í minsta lagi fýra málum, og tað var um reppið at eydnast. Úrslitið av dystinum gjørdist 1-4, B68 fekk øll málini í seinna hálvleiki og tað seinasta í yvirtíðini, men so gekk tíðin undan, og B68 hevði vunnið dystin men tapti stríðið um at varðveita plássið í Effodeildini. Ovurtekstur. Ovurtekstur, eisini kendur sum "hypertekstur", er tekstur, sum ikki einans stendur samanhangandi á einari reglu. Teksturin er skipaður soleiðis, at hann vísir beinleiðis til onnur evni og onnur skjøl, sum ein kann fara til. Best kenda skipanin við ovurteksti er heimsvevurin ("World Wide Web") Heimsvevur. Heimsvevur, eisini kendur sum World Wide Web (ella WWW), er ein ovurtekstaskipan, sum virkar yvir internetið. Talv. Talv er eitt borðspæl, har tveir telvarar kunnu telva. Telvað verður á einum borði við 64 puntum, har hvør telvari hevur 16 talvfólk, ein tað hvíta fólkið, og ein tað svarta fólkið. Endamálið er at vinna við at seta kongin hjá mótpartinum skák og mát (eisini rópt "mát"). Telvarar skiftast um at leika, men hvítur – tað er telvarin við hvíta fólkinum – leikar altíð fyrst. Ymsu fólkini hava hvør sítt gongulag. Inngangur. Talv verður telvað um allan heim bæði fyri at stytta sær stundir og á professionellum støði. Bæði kvinnur og menn í øllum aldursbólkum telva. Nógvar kappingar eru bæði í talvfeløgum og á altjóða støði. Eisini er væl umtókt at telva á internetinum ímóti telvarum runt allan heim. Borð og fólk. Tá ið talvið byrjar, standa talvfólkini, sum myndin vísir omanfyri. Hvítur leikar fyrst og so svartur, og er tað ikki loyvt at leypa leik um. Hvør hevur hvíta, og hvør hevur svarta fólkið, verður antin avgjørt við lutakasti, ella verður tað avgjørt av teimum, ið skipa fyri kappingini. Á fyrsta og áttanda raði standa 8 fólk, sum vit vanliga rópa menn. Frá vinstru standa rókur, riddari, bispur, frúgv og kongur. Og frammanfyri teir standa 8 finnur. Borðið er býtt sundur í 8 loddrættar linjur, sum verða nevndar við tølinum 1-8, og 8 vatnrættar røðir, sum verða nevndar við stavinum a-h. Við hesum ber til at nevna hvønn einstakan punt við heitunum frá a1 til h8, sum í einari koordinatskipan. Internet. Internet merkir millumnet og er eitt net, sum bindur saman teldur um allan heim. Netið verður brúkt til ymsar tænastur, har tær mest kendu eru World Wide Web, teldupostur og IP-telefoni. 2. oktober 2019 fylti internetið 50 ár. Tað byrjaði alt við einari hernaðarroynd á UCLA í 1969, har tvær teldur vórðu settar saman, og meiningarleyst data varð sent millum tær. Internetið varð útviklað til hernaðarligt brúk. Undir kalda krígnum var ein vandi fyri atombumbuálopi. Um ein atombumba varð brostin á eitt sentralt stað í hernaðarrøðini, var alt samskifti kryplað. Ætlanin við internetinum var tí at skapa eitt netverk, har einki var sentralt. Alt skuldi vera bundið saman við alt, soleiðis at um eitt stað varð tikið burtur, t.d. av einari atombumbu, var enn gjørligt at samskifta millum tey yvirlivandi. Merkur. Merkur hevur sum Venus, Mars, Jupiter og Saturn altíð verið kend. Hon er tann minsta av hesum "gomlu" gongustjørnunum, men tá ið Pluto varð funnin í 1930, fekk Merkur ivasama heitið at vera næstminsta gongustjørnan. Á altjóða ráðstevnuni fyri stjørnufrøðingar í 2006 misti Pluto sína støðu sum gongustjørna og varð bólkað av nýggjum í bólkin gongustjørudvørgar, og er Merkur tí aftur at rokna sum minsta gongustjørnan í okkara sólskipan. Hon er bert áleið hálva aðru ferð størri enn Mánin. Merkur er næst Sólini. Lítil er hon, knappar 5 túsund km í tvørmál; tað er um 40 % meira enn tvørmálið á okkara mána. Á ýtuni minnir hon eisini mest um mánan. Á myndum, sum amerikanska rúmdarfarið Mariner 10 tók í 1974, síggjast dalar og fjøll, rivur og holur. Hon hevur eina fasta flatu omaná, burtursæð frá teimum holunum, sum eru skapt tá meteorar og annað hava gjørt um seg gjøgnum milliardir av árum. Arruta ýtan er tekin um, at loftsteinar í hópatali eru dotnir niður á Merkur fyrstu mia. árini, eftir at gongustjørnan varð gjørd. Størsta vinkulfrástøðan frá sólini er 28°, tí er Merkur ring at síggja, og hon sæst bara í skýmingini ella í lýsingini. Lofthav er einki, til tess er Merkur ov løtt. Nógvi hitin forðar tí eisini. Á sólsíðuni eru máld 427 °C, á skuggasíðuni -173 °C. Innan í Merkur er jarnkjarni, og um hann er magnetfelt. Máni okkara hevur hvørki. Um Merkur melur eingin máni. Merkur eitur eftir rómverska handilsgudinum. Gonga Merkurs um Sólina. Merkur er tann gongustjørnan, ið hevur mest sermerktu gongdina um Sólina. Tað eru aðrir himmalknøttir, ið hava gongur, ið eisini eru serligar, men hesir knøttir eru ikki gongustjørnur. Í perihelium er Merkur einans 46 milliónir km frá Sólini, men í aphelium er hon 69,8 milliónir km haðani. Ekvatorialplanið hjá Merkur fellir saman við umfarsásin (tvs. rotatiónsásin stendur næstan vinkulrætt á umfarsásin). Hetta merkir, at ongar árstíðir eru á gongustjørnuni, og í ávísum kraterum við pólarnar sær sólin ongantíð. Umfarsásurin hellir 7º í mun til umfarsás Jarðar. Av tí at Merkur melur um Sólina innafyri Jørðina hevur hon fasur, akkurát sum Mánin. Merkurgongan. Einar 13 ferðir hvørja øld førir himmalgonga Merkurs hana millum Jørðina og Sólina, soleiðis at vit kunnu síggja hana sum ein lítlan svartan blett, ið ferðast eftir Sólarskivuni. Rotatión og umfar. Merkur melur tríggjar ferðir um seg sjálva fyri hvørjar tvær ferðir, hon melur rundan um Sólina (við øðrum orðum eru trý Merkur "døgn" fyri hvørji tvey Merkur "ár". Henda merkisverda støða ger, at stóðu vit á Merkur, so gingu 176 jarðarsamdøgur millum hvørt sólarris. Venus. Mynd av Venus av Mariner 10. Venus er ein gongustjørna og er tann sum er tattast jørðini. Hon eitur eftir rómversku gróðrargudinnuni. Gomlu føroyingarnir róptu Venus Stakkalastjørnuna. Venus er onnur gongustjørnan frá sólini. Størsta vinkulfrástøðan frá sólini er 47°. Av hesum verður hon eisini nevnd morgunstjørna ella kvøldstjørna. Í góðum líkindum er Venus sera bjørt. Av øllum himmalknøttum eru bara sólin og mánin bjartari. Í lítlum kikara sæst, at hon hevur kvartalaskifti, tendring og fylling, eins og mánin. Venus er á stødd við jørðina og verður tí nevnd tvillinga systir okkara. "So tekkilig og eygagóð sum Venus vøn og skar" skrivaði Poul F. Joensen á sinni um gongustjørnuna Venus, og tað er heldur ikki so løgið. Venus er bjartasti himmalknøttur, tá ið sólin og mánin ikki verða tikin við. Venus sæst best í januar og februar, og stendur hon lágt á himli. Til støddar er hon sum jørðin. Ýtan er sum oyðimørk full í klettum. Venus hevur luft sum á jørðini. Gongustjørnan er væl bjálvað í tjúkt lofthav, men luftin er eitrandi. Luftin er mest av koltvísúrni (96,5 %) og køvievni (3.5 %). Av hesum stendst vakstrarhúsárin, sum tryggjar javnan hita á ýtuni. Rúmdarfør hava mált 475 °C á Venus - so har gløða klettarnir í náttarmyrkrinum - og trýstið er heilar 90 atm. Í lofthavinum eru m.a. eisini svávulsýra, vatn og kolsúrni. Skýferðin á Venus er so tjúkk, at ýtan sæst ikki í kikarn, men við radarakanningum av jørðini er staðfest, at Venus hevur øvugan snúning. Tí gongur sólin á Venus eystureftir á luftini, og ikki sum hjá okkum, vestureftir. Um Venus melur eingin máni. Jørðin. a> av gongustjørnu okkara - jørðini. Jørðin, bústaður okkara í rúmdini, er litfagur himmal knøttur. Jørðin, bústaður okkara í alheiminum, er ein av teimum átta gongustjørnunum, sum eru í ringrás um sólina (áður varð hildið, at Pluto var gongustjørna, men tað varð seinni mett, at hon ikki var). Jørðin er einasti himinknøttur, sum vísindamenn vita, at lív er á, tí at í lofthavinum um jørðina er súrevni og í høvunum vatn - bæði treyt fyri alt lív. Drúgvir tveir triðingar av jørðini eru vatn, í høvum, ísi, vøtnum og áum. Tað, ið eftir er, eru sjey ovurstór meginlond, kallað heimspartar, við skiftandi landslagi og fjølbroyttari náttúru. Har eru høgir og óførir fjallaryggir, langar áir og víðar oyðimerkur. Teir sjey heimspartarnir, sum eru turra lendið oman fyri sjógvin á jørðini, eru Ásia, Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika, Antarktis, Evropa og Kyrrahavsoyggjarnar við Avstralia (eftir stødd). Kring Norðurpólin og Suðurpólin eru póløki, sum ikki síggjast á einum fløtum korti, men síggjast á globusunum. Lív. Higartil er einki lív funnið á aðrari gongustjørnu enn jørðini. Rundan um alla jørðina er eitt jaður, nevnt lofthav, sum er tann luftin, vit anda. Okkara sólarskipan og jørðin vórðu skapað fyri um 4,6 milliardum árum síðan. Einar 3,5 milliardir ár eru liðin, síðan fyrsta, einfalda lív kyknaði á jørðini. Og tá ið enn eitt ófatiliga langt tíðarskeið var runnið, høvdu fyrstu, einfaldu verurnar ment seg til fullskapaðu menniskjuna, homo sapiens sapiens, fyri einum 40.000 árum síðan. Fólkatalið er vaksið við einari milliard síðan 1999, og stovnurin Census Bureau hevur roknað seg fram til, at í ár 2012 verða ikki færri enn sjey milliardir fólk á jørðini. Tískil hevur tað bert tikið 13 ár fyri menniskjuni at økjast við einari milliard. Serliga er tað í M-londum har vøksturin fer fram. Í Niger og í Mali fær hvør kvinna í miðal sjey børn. Høvuðsbygnaðurin á jørðini. Jørðin er samansett av trimum høvuðspørtum. Skorpan, kápan og kjarnin. Uttast er skorpan, tað er her vit liva og útvinnað ráðevnir, sum olju, málmsteinsløg og ymisk grótsløg. Skorpan er okkurt um 10 til 60 kilometrar tjúkk, og er tískil bert ein lítil brøkpartur av allari jørðini. Tey mest vanligu grótsløgini í skorpuni hava eitt høgt innihald av kisil, sum ger hana relativt lætta. Undir skorpuni er kápan. Hon fevnir um 75-80 % av rúmdini og massanum av jørðini. Samansetningin er ikki so kisilrík, og massafyllan er nakað væl størri enn í skorpuni. Kjarnin er í høvuðsheitum gjørdur úr jarni (Fe) og nikkul (Ni). Uttari parturin er flótandi, ímeðan innari parturin er fastur. Jarðarýtan. Fólk liva bara á 12 % av jarðarflatanum. Umleið 29 % av jarðarflatanum eru land. Mars (gongustjørna). Mars er gongustjørna næst jørðini. Mars er turr og lítil gongustjørna. Ýtan er reyð og grýtut. Hon hevur íspólar og tunt lofthav. Hitin er millum 5 °C og 125 °C. Har er ofta óveður. Hitastigini á Mars eru -63 °C. Fjarstøðan hjá Mars frá sólini er 228 milliónir kilometrar. Tvørmátið á Mars er 6779 kilometrar. Eins og Jørðin er Mars eyðkend av fjallalendi. Flatan á Mars er turr og klødd við rustreyðum støvi, sum kallast jernoxid. Harav navnið, "Tann Reyða Gongustjørnan". Tyngdarkraftin á Mars er 38% av henni á Jørðini. Lofthavið á Mars er í høvuðsheitum úr kuldioxid. Tað er tunt og verjir ikki gongustjørnina móti ultraviolettum ljósi frá sólini, eins og Jørðin ger. Mars hevur tveir mánaðar, Phobos og Deimos. Lív á Mars. Í 1996 kunngjørdi NASA, at vísindamenn høvdu funnið farveg eftir einføldum verðum, sum høvdu livað á Mars fyri mió. árum síðan. Hetta vóru ørsmá samansett mynstur - møguliga steinrunnar leivdir av verum í lítlum petti av steini av Mars, funnin á Suðurkolli í 1984. Vísindamenn søgdu, at steinurin helst var slongdur burtur av gongustjørnini, tá ið ein stjørnusteinur datt niður á Mars fyri 15 mió. árum síðan. Enn er hetta ikki prógvað. Í 1997 gjørdi NASA eina roynd at fáa meira at vita um næstu grannastjørnu okkara. Í juli setti Pathfinder seg á Mars, og bilurin Sojourner koyrdi út úr sonduni at gera fyrstu jarðfrøði- og dustkanningarnar av reyðu gongustjørnuni. Í september fór Mars Global Surveyor eina ferð, sum vardi í tvey ár, at kortleggja gongustjørnuna, til tess at vita, hvar rúmdarfør kunnu seta seg í komandi tíðum. Í 2015 funnu stjørnufrøðingar leivdir eftir flótandi vatni á flatuni á Mars, og í 2018 funnu granskarir lívrunnin mýl, ið kunnu vera leivdir eftir útdeyðum lívi. Umframt hetta, avdúkaðu radaramátingar á einum rúmdarkanningartóli herfyri eina tjúgu kilometra langa undirjørðiska á, 1,5 kilometrar undir syðru ískápuni á Mars. Vatnið í undirjørðisku ánnið er ivaleyst sera salt og flatan á Mars er fyri vandamiklari stráling. Stjørnufrøðingar trúgva tó, at smáverulívfrøðiligt lív møguliga kann finnast her. Jupiter. Jupiter er størsta gongustjørnan. Galileo Galilei (1564-1642) fann hana í 1610. Hon hevur fastan kjarna, og uttan um hann er helium og hydrogen. Um miðkringin er dimmur ringur. Jupiter hevur 16 mánar. Ein teirra, "Ganymedes", er størsti mánin í sólkervinum. Saturn. Saturn er sætta gongustjørnan frá Sólini og er næststørsta gongustjørnan í sólarskipan okkara. Bara Jupiter er størri. Eins og Uranus, Neptun og Jupiter er Saturn ein gassrisi, og merkir hetta, at hon fyrst og fremst er gjørd úr gassum, heldur enn steini. Saturn er uppkallað eftir rómverska gudinum "Saturnus", sum er gudurin fyri bóndaskapi, rættvísi og styrki. Veðurlagið á Saturn er ekstremt, og vindarnir kunnu koma heilt upp í 1 800 km/h. Saturn hevur í minsta lagi 61 mánar. Størsti mánin á Saturn, Titan, er størri enn gongustjórnan Merkur, og er einasti mánin í sólarskipanin, sum hevur eina nevniverda atmosferu. Uranus. Uranus er grøn á liti, hon hevur ring rundan um, og har hava eingi fólk verið. Hon er 2 900 milliónir km frá sólini. Tvørmátið er 51 000 km. Umferðartíðin hjá Uranusi um sólina er umleið 84 ár. Uranus er 3. longst burtur frá sólini. Í 1781 fann bretski stjørnufrøðingurin Williamn Herschel sjeyndu gongustjørnuna, sum hann nevndi Uranus eftir grikska himnagudinum. Um Uranus eru 5 stórir og 10 lítlir mánar. Uranus varð ofta sædd fyri 1781, men tá varð hon hildin at vera vanlig stjørna. Hon hómast við berum eygum, men tá skalt tú vita, hvar ið hyggjast skal. Í kikara er ikki nógv at síggja, mest bara eitt blágrønt stjørnueyga. Eins og Jupiter og Saturn er Uranus mest úr hydrogeni og heliumi. Blágrøni liturin í lofthavinum kemst av metani, sum sýgur í seg reyðu litirnar. Uranus er um fýra ferðir so stór sum jørðin og og 14,5 ferðir so tung. Snúningstíðin er um 17 tímar, og hon hevur 84 ár um umferðina um sólina. Uranus er eins og dottin um koll, við tað at snúningsásin er bara nøkur fá stig frá umferðarflatanum. Hetta kundi bent á onkran ógvusligan tilburð har á leiðini onkuntíð í fyrndini. Av hesum stendst, at annað póløkið liggur í myrkri nærum helmingin av umferðartíðini (42 ár), meðan hitt póløkið er í ljósinum. Hóast hetta máldi Voyager 2, sum fleyg fram við Uranusi í januar 1986, at hitin á ýtuni var merkiliga javnur. Uttast í lofthavinum eru máld -220 °C. Um Uranus er magnetfelt, og magnetisku viðurskiftini eru fløktari enn vanligt, tí vinkulin millum magnetisku ásina og snúningsásina er eini 60°. Av og á hendir tað, at ein gongustjørna kemur ímillum jørðina og onkra stjørnu. Tá liggja stjørnufrøðingar altíð framvið at fáa eitthvørt nýtt at vita. Við at máta hvussu leingi stjørnuljosið er burtur, ber til dømis til at meta um tvørmálið á gongustjørnuni. Í 1977 myrkti Uranus fyri ljósinum frá einari stjørnu, og tá varnaðust granskarnr, at stjørnuljósið kamaðist fleiri ferðir, áðrenn tað sloknaði. Tá ið stjørnan var komin til sjóndar aftur, kámaðist ljósið aftur, nú í øvutari røð. Hetta varð tulkað soleiðis, at um Uranus var skipan av tunnun ringum. Voyagermyndirnar váttaðu, at so var. Rinsarnir, sum eru 10, eru úr klettum, sum eru ymiskir til støddar. Longu í 1787 sá Herscnel í kikara sínum teir báðar størstu Uranusmánarnar Oberon og Títanía, og seinni vórðu sæddir tríggir aðrir mánar. Á Voyagermyndunum síggjast 10 nýggir mánar, so nú vita vit um 15 mánar í ringrás um Uranus. Serligan ans vaktu myndirnar av Miranda, sum er 480 km í tvørmál og hevur 1,4 samdøgur um hvørt umfar um Uranus. Ýtan er merkiliga óreglulig, fjøll og gjáir hurlað saman hvørt um annað. Tað sýnist, sum er Miranda brotnaður, t.d. í samanbresti við eina smástjørnu, og at atdráttarmegin síðani hevur sett brotini saman aftur til nýggjan mána. Neptun. Neptun er blá og hevur ring rundan um. Hon hevur 13 mánar. Eingi fólk hava verið har. Hon er 4 600 milliónir km frá sólini. Umferðartíðin hjá Neptun um sólina er umleið 164 ár. Tvørmátið er 49 000 km. Neptun eitur eftir rómverska havgudinum. Neptun varð sædd fleiri ferðir, áðrenn staðfest varð, at hon var gongustjørna; tað var í 1846. Granskarar vistu um hana, áðrenn hon var funnin. Frávik í ringrás Uranusar bendu á ein himmalknøtt ytri í sólskipanini, og støða Neptuns á luftini var roknað neyvt, áðrenn kikararnir vórðu stillaðir á hana. Í stødd og nøgd eru Uranus og Neptun sum tvíburar, men Neptun er so langt burturi, at hon sæst ikki við berum eygum, og enntá í stórum kikara er lítið at síggja annað enn blágrøna stjørnueyga hennara. Granskarar vóru tí sera spentir, tá ið Voyager 2, sum byrjaði longu ferð sína í 1977, í august 1989 fleyg fram við Neptun bara 4900 km frá norðurpólinum. Og teir vórðu ikki sviknir, tí eisini av Neptun og mánum hennara eydnaðist at fáa frálíkar litmyndir. Tíverri lá ikki fyri hjá rúmdarfarinum at koma i námind av uttastu gongustjørnuni Pluto. Voyager 2 hevur nú lagt leiðina burtur úr sólskipani. Ferðin er 65 000 km/h, og kósin er sett móti Hundastjørnuni (Siriusi). Har á leiðini fer rúmdarfarið at vera um eini 80 000 ár. Granskarar vóna at hava samband við farið nakað inn í komandi øld. Tá fara teir at missa sambandið við hetta lítla farið, sum hevur sent so ovurhonds nógva nýggja vitan um solskipanina til jarðar og Nasa, at ógvuliga long tíð fer at ganga, aðrenn alt er gjølla viðgjørt, tulkað og fingið til sættis. Eitt magnetfelt er og somuleiðis tunn ringskipan. Snúningstíðin er um 16 tímar, og Neptun hevur næstan 165 ár um umferðina um sólina. Granskarar vistu um tveir mánar, Triton og Nereid, aðrenn Voyager fór fram við Neptun, men farið fann seks nýggjar mánar, so nú vita vit um 8 mánar. Triton, sum er nógv tann størsti mánin, gongur um Neptun vestureftir. Saman við 4 teimum ytstu Jupitermánunum og ytsta Saturnmánanum er hann einasta undantak frá regluni, at mánar hava sama umferðarveg sum snúningurin á móðurstjørnuni. Voyager 2 máldi -235 °C á Triton, sum er lægsti hiti, ið máldur er í sólskipanini. Hóast nógva kuldan sýna myndirnar fleiri goskeldur (geysir) á Triton. Í minsta lagi tvær teirra goystu, tá ið myndirnar vórðu tiknar. Eisini eru á Triton jøklar av frystum metani og fryst vøtn av nitrogeni, metani ella ammoniakki. Pluto. Pluto er fjar dvørgagongustjørna uttanfyri gongustjørnuna Neptun. Klótan Pluto er flokkað í bólkin gongustjørnudvørgar, og melur klótan kring sólina í eini ringrás uttanfyri henni hjá Neptun. Henda umflokking av Pluto fór fram eftir 24. august 2006, tá ið 2500 vísindafólk, sum vóru komin saman á ráðstevmiu í Sveis samdust um at Pluto ikki longur skuldi verða roknað millum gongustjørnur. Um Pluto gongur ein máni, Charon nevndur, Charon varð funnin í 1978. Hann er um 1 120 km í tvørmál, og hann er bara 20 000 km frá Pluto. Pluto og Charon eru helst ísknøttir av frystum vatni, metani og ammoniakki. Pluto eitur eftir grikska gudinum "Pluton", sum var gudur fyri ríkidømi umframt myrkri og deyða. Charon var ferjumaðurin, sum flutti tey deyðu um ánna Styx til deyðans ríki. Nøvnini tykjast hóska væl til hesar køldu og fjaru knøttir ytst í sólskipanini. Niggjunda og ytsta gongustjørnan er Pluto, sum tó í løtini bara er næstytst frá sólini. Rásin er so háttað, at Pluto árini 1979 til mars 1999 er nærri enn Neptun. Áðrenn Pluto varð funnin, bendu frávik í rørslunum hjá ytru gongustjørnunum á, at ein himmalknøttur mátti ganga um sólina uttan fyri Neptun. Pluto er so kám, at hon sæst bara í stórum kikara, og leitað hevði verið eftir henni í mong ár, tá ið Clyde Thombaugh umsíðir fekk eyga á hana í 1930. Umferðartíðin um sólina er stívliga 248 ár, og í miðal er hon stívliga 39 ferðir frá sólini sum jørðin. So langt burturi munar sólarljósið lítið, og hitin á ytjuni fer valla upp um -230 °C. Tvørmálið er eftir nýggjastu metingunum bara einar 2 300 km, og evnisnøgdin um 1,9 kg/dm3. Í juni 1988 varð staðfest, at um Pluto er tunt lofthav av metani. Hetta kann tykjast ikki sørt løgið, tá atdráttarmegin har er so lítil. Pluto er sum heild ikki sørt gátufør, og gitingarnar um hana hava verið mangar. Kanska er hon ikki verulig gongustjørna, men heldur ein máni hjá Neptun ella ein smástjørna, sum er farin av kós? Ella kanska er hon bara hin fyrsti av mongum halastjørnulíkum ískroppum uttast í sólskipanini? Tað, at máni melur um Pluto, og at har er lofthav, man tó benda á, at hon er fullgild dvørgagongustjørna. Umflokkingin av Pluto. Tá ið Pluto varð flutt niður í flokking millum klóturnar í umfari um sólina, vóru ávís atlit tikin. Fyrst og fremst var ætlað um støddina, tí klótan er rættiliga nógv minni enn hinar 8 gongustjørnurnar; haraftrat eru eisini aðrir gongustjørudvørgar funnir í sólskipanini, bæði áðrenn Pluto varð funnin í 1930 (t.d. Ceres), og ikki minst hesi seinastu árini, tá ið betraðu stjørnukikararnir hava latið okkum sæð smálutir, sum fyrr vóru fjaldir fyri eygum okkara (t.d. Sedna). Vísindafólk høvdu valið: Skal Pluto, ið ikki er nevnivert størri enn hinir gongustjørnudvørgarnir, framvegis hava serstøðun sum verulig gongustjørna, bert tí klótan fekk hetta heitið afturi í 1930'unum? Ella skulu allir hinir gongustjørnudvørgarnir flytast upp mill gongustjørnurnar, so vit fáa eitt møgulig óendaligt tal av klótum av hesum slag? Men hinvegin, so var Merkur heldur ikki so øðiliga nógv størri enn Pluto... og hvussu við mánunum Titan og Callisto? Skuldu teir nú eisini flokkast umaftur? Skilmarkan av gongustjørnum. Tørvur var tí á eini avgjørdari skilmarkan, ið greitt útgreinaði, nær talan er um eina gongustjørnu, og nær talan er um ein gongustjørnudvørg. Á ráðstevnuni í Sveis varð komið til hesa niðurstøðu í trimum punktum. Skal klóta í ringrás um sólina kunna kallast ein gongustjørna krevst, at talan er um himmallikam í beinleiðis umfari um sólina (1), sum er nóg stórt, at atdráttarmegin hevur gjørt tað runt (2), tó uttan at hava ruddað burt onnur likam í grannalagnum (3), og tá ið Pluto hoyrir til Kuiper-beltið, sum verður hildið at hava líka nógvar klótur, klettar og ís sum Asteroidu-beltið, kann valla sigast, at gongustjørudvøgurin uppfyllir seinastu treytina. Tvørmátið á Pluto er bara fimtingur av tvørmáti Jarðar. Pluto er kaldasta klótan í sólarskipaini við einum miðalhita upp á -260 °C. Pluto hevur ein mána, Karon, sum varð sæddur í 1978. Sólskipanin. Ein sólskipan er samansett av minst einari stjørnu og einum tali av lutum, sum eru í ringrás um hesa stjørnuna. Í dagligari talu verður tosað um okkara sólarskipan við jørðini og sólini sum sólskipan. Mánin. a> eru á mánum. Tað ljósa er arrut hálendi, sum er merkt av teimum mongu meteorittum, sum brustu niður í hin unga mánan fyri mongum milliardum árum síðan. Størstu samanbrestirnir brutu hol á skorpuna og flótandi tilfar rann út á víddirnar. Soleiðis vórðu myrku økini til. Mánin er næsti granni okkara í rúmdini. Teir gomlu norðbúgvarnir nevndu hann Himintungl ella bert Tungl, men mánanavnið var eisini vanligt longu í norrønari tíð. Miðalfjarstøðan er bert 384400 km, og tað merkir, at tú við einum vanligum handkikara kanst síggja spennandi detaljur á mánaflatuni. Á Mánanum er hvørki luft ella flótandi vatn, og tí hevur hann heldur einki veðurlag. Mánin hevur heldur einki jarðfrøðisligt lív. Tey landmerki, vit síggja á mánaflatuni, eru skapt av at loftsteinar (meteorir) hava rakt Mánan. Eftirsum tað tekur mánanum júst somu tíð at snara einaferð um sjálvan seg, sum tað tekur honum at snara um Jørðina, vendir hann altíð somu síðu móti okkum. Hetta verður nevnt "bundin rotatión", og hiðani av Jørðini síggja vit sostatt bert umleið helvtina av Mánaflatuni. Stóru økini á Mánanum kunnu síggjast við berum eyga. Myrkar fløtur við láglendi - mare-økini (Mánahøv) - standa í andsøgn við ljósari hálendini. Mánaflatan sæst best nærhendis terminatorinum - ið er markið millum ljós og skugga á Mánanum. Tá ið fullmáni er, síggjast landkenningarnar ikki so væl, tí tær eru ov upplýstar, og sjálvt stór kratir kunnu vera ósjónlig. Onnur øki síggjast hinvegin best í fullmána, tí tey krevja stóra kontrast fyri at verða sædd - hetta er serliga galdandi fyri myrku mare-økini. Mánin er okkum 400 ferðir so nær sum sólin, men hann er eisini 400 ferðir so lítil sum sólin. Tí eru hesir knøttir um leið líka stórir at síggja til á luftini. Tá ið mánin er ímillum okkum og sólina, kemur hann stundum fyri sólina. Tá er sólarmyrking. Full sólarmyrking var í Føroyum 30. juni 1954. Øðrvísi enn sólin er hann ein kaldur knøttur, sum melur um jørðina. Mánin lýsir ikki sjálvur, men bara við afturkastaðum sólarljósi, sum vit nevna mánalýsi. Til støddar er hann góðan fjórðing av jørðini, og frástøðan er um leið 30 ferðir tvørmálið í jørðini. Mánin hevur fasur, t.e., lýsandi mánaeygað broytir skap, alt eftir hvar hann er í ringrásini um jørðina. Fyrstu menn at ganga á mánanum vóru amerikanararnir Neil Armstrong og Edwin Buzz Aldrin í juli 1969. Teir fóru við rúmdarfarinum Apollo 11, og mánafarinum Eagle førdi síðan tveir av monnunum niður á mánan, meðan hin triði (Michael Collins) fleyg í ringrás um mánan. Armstrong hevði leiðsluna á Apollo tann 20. juli í 1969, tá ið rúmdarfarið lendi á mánanum. Hann varpaði aftur til Jørðina við kendu orðunum: "That's one small step for a man, one giant leap for mankind". Í tríggjar tímar gingu Neil Armstrong og felagi hansara Edwin Buzz runt á mánanum. Rókur (talv). Rókurin gongur fram og aftur, so langt honum lystir. Hann gongur vatnrætt ella tvørturum, til hann møtir einum punti, har annað fólk stendur. Eigur mótparturin fólkið, kann rókurin drepa tað. Rókurin er eftir frúnna næststerkasti maður í talvi. Í fyrstuni hevur hvør telvari tveir rókar, sum standa í hvørjum sínum króki. Rókurin gongur eftir beinum linjum, tvørturum og upp og niður. Hann hevur ikki loyvi at leypa upp um annað fólk, uttan tá lopið verður í borg. Telvari. Telvari er ein ið telvar. Í talvi eru vanliga tveir telvarar, ið telva ímóti hvørjum øðrum, ein við hvíta fólkinum og ein við svarta. Talvfólk. Talvfólk er luturin, sum telvað verður við á talvborði. Í talvi eru 16 hvít og 16 svørt talvfólk. Bispur (talv). Bispurin gongur bara á skák bæðu aftur og fram, so langt honum lystir. Bispur er talvfólk í talvi. Í fyrstuni hevur hvør telvari tveir bispar. Bispurin gongur á skák og stendur tí altíð á punti við sama liti. Hann hevur ikki loyvi at leypa upp um annað fólk. Kongur (talv). Kongur kann verða leiktur eitt í allar ættir. Kongur er mest umráðandi talvfólk í talvi. Hvør telvari hevur ein kong. Endamálið í talvi er at seta kongin hjá mótpartinum skák og mát, og tá er talvið vunnið. Kongurin kann fara eitt fet í allar ættir, tó er ikki loyvt at leika hann beinleiðis í deyða. Verður kongurin hóttur, soleiðis at ein maður hjá mótpartinum kann drepa kongin í næsta leiki, stendur kongurin í skáki. Tá skal kongurin leikast úr vanda ella annað fólk leikast ímillum, so hann ikki stendur í skáki longur. Kongurin er við í serligum leiki, tá ið ein leypir í borg. At leggja kongin merkir, at ein gevur upp. Ein kann velja at geva talvið yvir á ymiskan hátt, og tá er talvið liðugt og tapt. Ein kann leggja kong sín niður, ein kann steðga klokkuni, ella ein kann taka í hondina á mótpartinum og siga, at ein gevur talvið. Frúgv (talv). Frúgvin gongur bæði eftir beinum linjum og á skák bæði aftur og fram, so langt henni lystir. Frúgvin er sterkasta talvfólk í talvi. Í fyrstuni hevur hvør telvari eina frúgv. Frúgvin gongur bæði sum rókur og bispur. Hon hevur ikki loyvi at leypa upp um annað fólk. Riddari (talv). Riddari er talvfólk í talvi. Í fyrstuni hevur hvør telvari tveir riddarar. Riddarin gongur sum stavurin L, hann gongur tvey fram og eitt til viks. Hann er einasta talvfólk, ið hevur loyvi at leypa upp um annað fólk. Finna (talv). Finnan er minsta og veikasta talvfólk í talvi. Í fyrstuni hevur hvør telvari átta finnur. Gongulag. Finnan gongur eitt fet beint fram, tó fyrstu ferð kann hon fara tvey fet fram. Hon hevur ikki loyvi at bakka. Finna kann ikki drepa beint fram. Tá finnan drepur. Tá ið finna drepur, kann hon bara gera tað á skák. Hon kann ikki drepa beint fram. Her kann finnan á c5 drepa antin rókin ella riddaran, ella hon kann fara beint fram á c6. Finnan á f3 kann ikki fara á e4 ella g4 her. Í framlopi. Finna kann drepa aðra finnu í framlopi, t.e. tá ið finna hjá mótpartinum leikar tvey fet fram upp á síðuna av tínari finnu, kanst tú drepa hana á skák, men tað skal verða gjørt beinanvegin, tú eigur leik. Á myndini hevur svartur júst leikt finnuna av c7 á c5, og nú kann hvítur leika sína finna av d5 á c6 og taka finnuna á c5 burtur. Hann kann ikki bíða, til hann eigur leik aftur. Finnan annars. Tá ið finna kemur fram á áttanda rað, skal hon verða býtt um við annað fólk í sama liti í sama leiki, hon kemur fram, tó ikki til kong. Mest vanligt er at býta um við frúgv, tí hon er so sterk, men onkuntíð verður býtt um við riddara, tí hann hevur so serligt gongulag. Miðeystur. Ímillum Evropa og Arábianes er landøki, sum verður nevnt Miðeystur. Tað var her, at nakrar av fyrstu mentanum í heiminum vórðu til, og tað var eisini her, at teir tríggir heimsátrúnaðirnir - jødadómur, kristindómur og islam, kyknaðu. Veðurlagið er turt og heitt, og landslagið berligt, helst fyri eystan, men fram við Miðjarðarhavi er lendið fruktabetri. Kríggj og borgarastríð hava í mong ár merkt hesi lond. Tunlar í Føroyum. Í Føroyum eru 20 tunlar, harav 3 undirsjóvartunlar. Hvalbiartunnilin var fyrsta berghol í Føroyum. Tað var liðugt í 1963. Hann er millum Trongisvág og Hvalba. Nógvir aðrir tunlar eru eisini í Føroyum, t.d. 13 vatnorkutunlar. Fyrsti vatnorkutunnilin í Føroyum er stívliga 100 m og gongur ígjøgnum ein heygg millum Ryskivatn og rørini, sum vórðu løgd oman í Botn vestantil á Suðuroynni, har fyrsta ravmagnsverk varð bygt í 1921. Longsti vatnorkutunnilin í Føroyum er ein vatnorkutunnil í Eysturoynni, hann er 6,6 km langur úr Norðskála í Eiðisvatn. Longsti vegatunnil í Føroyum er Eysturoyartunnilin við 11.200 metrum. Yvirlit yvir tunlar í Føroyum. Íroknað í hesum lista eru ikki onnur sløg av tunlum enn koyritunlar, til dømis vatnsavningartunlar ísv. vatnorkuverk. Vágatunnilin. Vágatunnilin er undirsjóvartunnil, ið gongur undir Vestmannasund og bindur saman Streymoy og Vágoy, og loyvir hann beinleiðis koyrisamband úr meginøkinum til og frá Vága Floghavn. Vágatunnilin er fyrsti undirsjóvartunnil í Føroyum. Hann læt alment upp 10. desember 2002. Byggingin av Vágatunlinum. Tankin um fast samband um Vestmannasund røkkur langt aftur í tíðina. Fram til 1989 gjørdi Landsverkfrøðingurin kanningar, sum í stóran mun eru grundarlagið undir tí arbeiði, sum seinni varð gjørt. Farið varð at rigga til veturin 1988, og setast skuldi á tunnilsgerðina í apríl 1989, men steðgur kom í, tá búskaparkreppan skolaði yvir landið. Tíggju ár skuldu ganga, áðrenn ætlanini aftur varð lív lagað. Í 1999 varð partafelagið Vágatunnilin P/F stovnað við Landsstýrinum sum einasta partaeigara. Harvið varð gongd sett á aftur arbeiðið at gera fast samband um Vestmannasund. Byrjað varð at bora streymoyarmegin hin 28. september 2000, og vágamegin varð fyrsta skotið latið 27. februar 2001. Sprongdir vóru 327.000 kubikkmetrar til tunnil o.a. Grótið úr tunlinum fór til vegagerðina og til havnargerð í Kollafirði. Brúkt vóru 850 tons av spreingievni. 1000 tons av betongi vóru brúkt í tunlinum til at tetta lekar. Ætlaði kostnaðurin var 240 mió. krónur í 1999-prísum uttan byggirentu og fíggjarkostnað. Endaligi kostnaðurin gjørdist 280 mió. kr. íroknað byggirentur og fíggjarkostnað.. Føroya Løgting játtaði 160,3 mió. krónur til tunnilsgerðina árini 1998-2005. Restin verður fíggjað við brúkaragjaldi. Tekniskar dátur. Vágatunnilin er 4,9 km langur. Av hesum eru umleið 2,5 km undir Vestmannasundi. Vágamegin er atkomuvegurin 1,8 km. Atkomuvegurin streymoyarmegin er 300 m. Á djúpsta punkti er hann 105 metur undir sjóvarmálanum, og dýpið á sjónum er í mesta lagi 60 metur. Tvær mótkoyrandi farbreytir eru í tunlinum, sum er góðar 10 m breiður. Sjálv akbreytin er 7 m breið. Steðgipláss eru til persónbilar fyri hvørjar 500 m, og til størri akfør eru trý steðgipláss. Mest loyvdi lekin í einum undirsjóvartunli av hesum slag er 300 litrar um minuttin fyri hvønn kilometur. Lekin í Vágatunlinum er 85 L/min/km, so hetta er minni enn triðingurin av hægst loyvda lekanum. Pumpur leiða vatnið burtur so hvørt. Ein 50 m langur brunnur er gjørdur á lægsta staðnum, sum í neyðstøðu skal kunna taka alt vatnið í góð tvey samdøgur, um pumpurnar ganga fyri. Fyrimunur. Ein av fyrimununum við føstum sambandi er, at tað nú er skjótari at sleppa til og úr Vágum. Fyrr máttu útvið tveir tímar setast av til teinin millum Sørvág og Tórshavn við bíðitíð og sigling. Við undirsjóvartunli er vegalongdin stytt 10 km og flutningstíðin er undir ein tíma. Fyri vágafólk hevur undirsjóvartunnilin við sær, at sambandið við meginøkið gerst ómakaleyst. Hugsast kann, at fleiri fólk velja útbúgving og møguliga arbeiði í meginøkinum, tí tað ikki longur krevur flyting. Tunnilin bøtir eisini um trygdarkensluna, við tað at tíðin til Landssjúkrahúsið er vorðin stytri. Vinnuliga er talan um betri samband til kundan og marknaðin hjá fyritøkum í Vágum. Kundagrundarlagið verður víðkað. Hinvegin er tað eisini ein avbjóðing, at tað er vorðið lættari hjá vágafólki at leita sær tænastur og tilboð aðrastaðni. Fyri føroyingar sum heild lættir undirsjóvartunnilin eisini um, við tað at ferðasamband føroyinga til umheimin í høvuðsheitum gongur umvegis flogvøllin í Vágum. Sambandið við umheimin er sostatt vorðið liðiligari og lættari. Ferðsla. Til samanberingar, so vóru flutt nakað omanfyri 100.000 akfør um Vestmannasund í 2002. Norðoyatunnilin. Norðoyatunnilin er undirsjóvartunnil, ið gongur undir Leirvíksfjørð og bindur saman Eysturoy og Borðoy. Norðoyatunnilin er við sínum 6.300 metrum longsti tunnil í Føroyum. Hann er annar undirsjóvartunnil í Føroyum eftir Vágatunnilin. Norðoyatunnilin læt alment upp 29. apríl 2006. Bygging av Norðoyatunlinum. Ítøkiligu ætlanirnar at gera fast samband millum Borðoy og Eysturoy við tunli undir Leirvíksfirði eru rættiliga gamlar. Longu í 1988 gjørdi Landsverkfrøðingurin seismiskar kanningar í Leirvíksfirði í sambandi við hesa farleið. Árið fyri hevði verkfrøðingurin á Landverkfrøðinginum, Heini Olsen, gjørt eina leystliga heildarætlan um, hvar undirsjóvartunlar kundu vera gjørdir. At royndir vórðu tiknar í Leirvíksfirði longu í 1988 staðfestir, at hildið hevur verið, at tað mundi fara at loysa seg at fremja júst hesa ætlanina. Fimtan ár eftir fyrstu ítøkiligu kanningarnar er farið undir at gera nýggju farleiðini, ið knýtir saman Norðuroyggjar og Eysturoy. Í septembur í 2003 fór NCC undir at gera atkomuvegin eysturoyarmegin. Í Leirvík verður borurin settur í í 18. desembur 2003. Borðoyarmegin var farið at borað 20. apríl 2004. Sprongdir vóru 410.000 kubikkmetrar til tunnil o.a. Brúkt vóru 1.100 tons av spreingievni. 1.800 tons av betongi vóru brúkt í tunlinum til at tetta lekar. Tilsamans var tunnilsarbeiðið mett at kosta 355 milliónir kr. Endaligi kostnaðurin endaði við at vera 395 mio. kr. Landsstýrið rindaði 235 milliónir við partapeningi, ið varð goldin við 30 mió. kr. í 2001, 32,5 mió. kr. í 2002, 32,5 mió. kr árliga árini 2005-2008, og síðanini 42,5 mió. kr. Í 2009. Munurin verður fíggjaður við nýtslugjaldi. Pf. Norðyatunnilin eigur og rekur tunnilin, til hann er goldin. Tá fellur hann til landið. Tekniskar dátur. Tunnilin er 6,3 kilometrar til longdar. Djúpasta punktið er 150 metrar undir havyvirflatanum. Dýpdin í sjónum er í mesta lagi 103 metrar. Mesta hall er umleið 6%. Tvær mótkoyrandi breytir eru í tunlinum, ið er 10 metur breiður og 4,6 metur høgur. Mest loyvdi lekin í einum undirsjóvartunli av hesum slag er 300 litrar um minuttin fyri hvønn kilometur. Lekin í Norðoyatunlinum er 195 l/min/km. Pumpur leiða vatnið burtur so hvørt. Ein brunnur er gjørdur á lægsta staðnum, sum í neyðstøðu skal kunna taka vatni, um pumpurnar ganga fyri. Ferðsla. Legg til merkis, at ferðslan í 2006 vóru bara fyri tann partin av árinum, sum tunnilin var opin. Til samanberingar, so vóru flutt nakað omanfyri 100.000 akfør um Leirvíksfjørð í 2005. Leypa í borg. At leypa í borg er einasti leikur í talvi, har tvey talvfólk í sama liti verða leikt í senn. Við í leikinum eru bara kongurin og annar rókurin. Leikurin verður gjørdur soleiðis, at kongurin fyrst verður leiktur tveir puntar yvir ímóti øðrum rókinum, síðan verður hesin rókurin leiktur beint yvir um kongin. Tað er loyvt at leika bæði kong og rók í senn við báðum hondunum. Men verður bara ein hond brúkt, skal kongurin verða leiktur fyrst og so rókurin. Leikar tú rókin fyrst, hevur tú ikki loyvi at leika kongin yvir um rókin aftaná. a) kongurin ella rókurin, sum ætlanin er at leypa í borg við, hava verið leikt áður b) kongurin stendur í skáki c) fólk hjá mótpartinum hóttir puntin, sum kongurin leypir yvirum d) annað fólk stendur ímillum kongin og rókin, sum ætlanin er at leypa í borg við Skilt verður í millum "stuttu borg" og "longu borg". Í stuttu borg er rókurin á h-linjuni við í leikinum, og tá er borgin styttri enn hin langa, har rókurin á a-linjuni er við. Patt. Støðan er patt í talvi, um kongurin stendur mát, men ikki í skáki, og telvarin, ið eigur kongin, ongan lógligan leik hevur at leika. Tá er talvið javnt, og hvør telvari fær 1/2 stig í part. Talv í Føroyum. Telvað hevur verið í Føroyum í øldir. Føroyskir telvarar luttaka í kappingum uttanlands, eitt nú til Norðurlandameistarakapping og til Talv-OL. FM í talvi verður fyriskipað í Føroyum. Talvsamband Føroya. Talvsamband Føroya er sambandið hjá talvfeløgum í Føroyum. "TSF", sum tað verður stytt, var stovnað í Tórshavn 14. februar 1970. Til stovnandi aðalfundin vóru umboð úr talvfeløgunum úr Sandavági, Miðvági, Sørvági, Eiði, Gøtu, Klaksvík, Kollafirði, Vestmanna og Tórshavn. Í fyrstu nevndina vóru valdir "Jákup Thomsen" úr Tórshavn sum formaður, "Samson Højgaard" úr Vestmanna sum varaformaður, "Hanus Joensen" úr Kollafirði sum kassameistari, "Hans Petersen" úr Vestmanna sum skrivari og "Sjúrður Lómstein" úr Gøtu. Longu sama ár gjørdist TSF sjálvstøðugur limur í Altjóða Talvsambandinum FIDE. Og í september mánaða sama ár telvdi føroysk lið á fyrsta sinni á talvolympiaduni, sum var í Siegen í Týsklandi. Havnar Telvingarfelag. Havnar Telvingarfelag er fyrsta talvfelag í Føroyum, og var tað stovnað 18. apríl 1923. Fyrsta nevndin í "HT", sum tað verður stytt, var J. P. Henriksen, M. A. Jacobsen, Johannes O. Joensen, J. P. Michelsen og Poul Niclasen. Pól í Búð í Nólsoy. Pól í Búð í Nólsoy (1791 - 1857) hevur skorið og evnað til talvfólk, ið sæst á frímerkjum, sum Postverk Føroya gav út í 1983. FIDE. FIDE (Fédération Internationale des Échecs) er "Altjóða Talvsambandið". Talvsambond í flestu londum eru limir í FIDE, tað er Talvsamband Føroya eisini. Skák og mát. Hvíti kongurin stendur mát; talvið er liðugt Skák og mát (eisini rópt mát) er ein støða í talvi, har kongurin ikki sleppur úr skáki. Svartur stendur skák og mát, tí svarti kongurin á ongan hátt sleppur úr skáki. Talvið er nú liðugt, og hvítur hevur vunnið. Stendur kongurin bara í mát og ikki skáki, og eingin lógligur leikur er, er støðan patt. Talvolympiadan. Talvolympiadan ella Talv OL er altjóða talvkapping fyri landslið, sum FIDE alment hevur skipað fyri síðan 1927. Kappingin verður hildin annaðhvørt ár, og hevur Talvsamband Føroya havt talvlandslið við næstan hvørja ferð síðan 1970. Skák. Skák er støða í talvi, tá ið talvfólk hjá mótpartinum hóttir at drepa kongin hjá einum. 1) Hann kann leika kongin úr skáki, við at leika hann yvir á b-linjuna 2) Hann kann leika fólk ímillum; í hesum førinum rókin av h7 yvir á c7 3) Hann kann drepa fólkið, sum skákar; í hesum førinum kann bispurin á f6 drepa rókin á c3 Algebraisk uppskriving. Algebraisk uppskriving er ein uppskrivingarháttur at endurgeva talv við, og sum verður nýttur í kappingum, bókum og bløðum. Lýsing. Hvørt talvfólk er merkt við byrjanarstavi, sum lýsir fólkið, og byrjar tað við einum stórum stavi, til dømis: K = Kongur, F = Frúgv, R = Rókur, B = Bispur og Ri = Riddari. Finnan hevur ongan byrjanarstav. Leikir við finnuni verða einans skrivaðir við navninum á puntinum. Við hesum skriviháttinum eru tveir møguleikar, sum eru hin stutti - sum er hin mest vanligi - og hin langi skrivihátturin. Við stutta skriviháttinum skrivar ein bara, hvar ávísa fólkið verður leikt til, t.d. Ra4. Og við langa skriviháttinum verður eisini skrivað, hvaðani fólkið kemur, t.d. Ra1-a4. Tó at stutti hátturin verður nýttur, er onkuntíð neyðugt eisini at skriva, hvaðani fólkið kemur, um ivi er um, hvat fólk talan er um. Borðspøl. Eitt borðspæl er eitt hvørt spæl sum verður leikt á einum borði við prikkum sum verða fluttir á borðinum. Nøkur dømir uppá borðspøl eru talv, damm, go, othello og trivial pursuit. Nøkur føroysk dømir eru landastrok og kánus. Fyri 4.000 árum síðan funnu fólk uppá at leika á borði. Talv og damm t.d. sýndu í fyrstuni vígvøll, har leikarar tóku hermenn hjá fíggindanum fangar. Í spælinum backgammon verður fólkið flutt ígjøgnum fíggindaland. Í summum nýmótans spølum stendur tó ikki um lív, eitt nú í matador, har tú keypir og selur fastogn. Spæl. a> er eitt læt spæl sum ikki krevur nógvan reiðskap. Eitt spæl er eitt ítrív, har tey luttakandi sjálvboðin geva seg undir eina reglugerð, sum tey leika eftir. Sjavsur. Sjavsur (úr týskum "Schafskopf" og merkir seyðarhøvd) er eitt kortspæl til tveir, tríggjar ella fýra spælarar, men fýra er mest vanligt. Spælarirnir eru býttir í tveir partar. Í fýramanssjavsi sita tey, sum eru í parti, yvirav hvørjum øðrum. Í trímanssjavsi er tann, ið hevur meldið, einsamallur ímóti hinum báðum. Í sjavsi er endamálið fyrst at koma úr 24 stigum niður á 0 og harvið fáa "krossin", tí ein krossur verður skrivaður, tá ið ein vinnur. Sagt verður eisini "skulu vit taka ein kross?", tá ið ein ætlar at spæla sjavs. Fyri hvønn kross skulu oftast fleiri spøl til, sum hvørt gevur ávíst tal av stigum, heilt úr 2 upp í 24. Spælið. Í sjavsi verða 32 kort nýtt, kortini 2-6 eru ikki við. Kortini verða so býtt út ímillum spælararnar, so hinir spælararnir ikki síggja, hvat hvør fær. Í fýramanssjavsi fær hvør spælari 8 kort. Vanliga byrjar tann, sum skrivar, at geva. Gevarin blandar væl og plagar at leggja bunkan framman fyri spælaran høgrumegin. Hesin antin "bankar" ella "tekur av". Bankar spælarin, verða øll 8 kortini til hvønn spælara givin í senn, tekur hann av, verða 4 kort givin í senn. Er skeivt givið, og kortini eru upptikin, skal gevast av nýggjum. Meld. Tá ið gevarin hevur givið, er ein runda, har spælarar "melda". Tann vinstrumegin gevaran meldar fyrst o.s.fr. Her ræður um at finna, hvør skal fáa meldið, og hvat skal vera trumfur. Ein skal hava í minsta lagi 5 trumfir á hondini fyri at sleppa at melda, annars skal ein siga "pass". Eisini skal ein passa, kann ein ikki melda meira enn undanfarnu spælarar. Tá ið meldað verður, skal ein altíð melda besta meldið á hondini. Besta meldið er tað við flest trumfum, ella eru eins nógvir trumfir, so er meld í kleyvara betri enn eitt meld í hinum litunum, sum verður rópt eitt meld í "simplum". Tá ið ein meldar, skal ein bara siga talið á trumfum, ikki kulørin. Tó skal ein siga "betur" t.d. "fimm betur", um ein meldar í kleyvara, og um undanfarin spælari hevur meldað við eins nógvum trumfum, sum ein sjálvur hevur. Og tá ið liðugt er at melda, boðar tann, ið hevur besta meldið, frá, hvørjum kuløri, meldað er í. Trumfir og fúsir. Tað eru 6 kort, sum altíð eru trumfir, tey eru í hesi styrkisrøð: Kleyvardama, spaðardama, kleyvardrongur, spaðardrongur, hjartardrongur og rútardrongur. Saman við hesum kortum skal ein, tá ein meldar, finna tann litin, sum ein hevur flest kort í. Eygur. Í sjálvum spælinum ræður nú um at fáa fleiri eygur enn mótparturin, og helst so nógv eygur sum til ber. Tað verður gjørt við at vinna stikk, sum telja mest, tí ymsu kortini telja ymiskt. Tó er eingin munur á trumfi og fúsi. Hetta gevur 120 eygur tilsaman. So tann, ið fær fleiri enn 60 eygur, hevur vunnið. Tað kann eisini enda javnt ella "stanton", tá eru 60 eygur í part. Hevur ein partur ikki minst 31 eygur, er hann ikki javnfríur, tá fær vinnari í fleiri førum fleiri stig enn, um taparin var javnfríur. Fær ein partur øll stikkini, so volar hann. Útspæl. Tá ið liðugt er at melda, skal hin sami, sum byrjaði at melda, spæla út. Og tann, sum vinnur stikkið, eigur so at spæla út aftur. Tá spælari hevur spælt út, skulu hinir spælararnir bekenna kulør, um tað ber til. Verður trumfur spældur út, skal ein bekenna við trumfi. Verður fúsur spældur út, skal ein bekenna við tí liti, sum verður útspældur. Ber ikki til at bekenna, kann ein spæla okkurt út. Verður fúsur spældur út, kann annar spælari "stinga" við at spæla trumf út, um hann ikki kann bekenna. Er stikk stungið, kann ein av næstu spælarunum ikki spæla ein lægri trumf út (stinga undir) enn tann, sum hevur stungið. Tað verður eisini rópt "at stinga í skadni". Undantakið er, um spælarin einki annað hevur at spæla út. Vinna stikk. Tann, ið eigur hægsta kortið av teimum fýra útspældu, eigur stikkið. Fyri hvønn part er ein, sum savnar stikkini inn. Hægsta kort í fúsi er ess og niður, t.d.: E♥, K♥, D♥, 10♥, 9♥, 8♥, 7♥ ella E♠, K♠, 10♠, 9♠, 8♠, Men í trumfi eru hesi kortini hægri í hesi røð: D♣, D♠, J♣ J♠ J♥, J♦, og trumfur er altíð hægri enn fúsur. Tann, sum hevur hægsta trumf í einum stikki, eigur tað. Tað er loyvt at síggja seinasta stikk, so leingi næsta stikk ikki er tikið inn. Stig. Tá ið eitt spæl er liðugt, fær tann parturin, sum hevur vunnið, stig. Dystarstigini verða skrivað í tveir teigar vanliga merktir sum "Vit" og "Tit". Trímanssjavsur. Reglurnar eru tær somu sum í fýramanssjavsi, men her fær hvør spælari 10 kort í part. Tey bæði kortini, sum leypa av, verða løgd á borðið, so eingin sær, hvørji tey eru. Tann sum eigur meldið, er einsamallur ímóti hinum báðum, sum eru í parti. Áðrenn fyrsta kort verður spælt út, kann meldarin skifta eitt ella bæði tvey kortini á borðinum um við eitt ella tvey kort í hondini. Meldarin sleppur ikki at síggja kortini á borðinum, áðrenn hann býtur um. Bæði kortini, sum nú eru á borðinum, telja við í eygunum hjá meldaranum. Dystarstigini verða skrivað í tríggjar teigar, ein fyri hvønn spælara, tí at hvør er í parti, kann skifta fyri hvørt spæl. Um meldarin ikki vinnur, so fáa hinir báðir spælararnir tey stigini, sum reglurnar siga omanfyri. Tveymanssjavsur. Reglurnar eru tær somu sum í fýramanssjavsi, men her fær hvør spælari 16 kort í part. Tó fær spælarin bara 8 kort í hondina, hini 8 kortini verða løgd á borðið framman fyri hvønn spælara, har 4 kort verða løgd við síðuna av hvørjum øðrum við baksíðuni upp. Omaná hvørt av hesum kortum verður eitt kort lagt við myndini upp. Nú sær hvør spælari síni 8 kort í hondini, síni egnu 4 kort á borðinum, og tey 4 kortini hjá mótpartinum á borðinum. Út frá teimum 12 egnu kortunum hjá spælarunum kunnu teir nú melda sum vanligt. Tá ið spælt verður, kann spælarin alla tíðina velja at spæla eitt kort úr hondini ella eitt av borðinum. Spælir hann eitt kort av borðinum, og eitt kort liggur undir við bakinum upp, skal hetta korta vendast við, so tað er sjónigt hjá báðum pørtum. Kortið skal tó ikki vendast, fyrr enn mótparturin hevur spælt sítt kort út í stikkið. Hara. Harur (Leporidae) eru ein ætt í bólkinum harudjór. Hara er eisini føroyska navnið á eini Leporidae slekt "Lepus". Harur "(Lepus)". Eyðkenni fyri harur er at tær hava eina lítla tonn aftan fyri fortennirnar í báðum kjálkum, og at bakbeinini eru munandi stórligari enn forbeinini, tað er hetta ið gevur haruni eitt 'hoppandi' gongulag. Harur ið finnast i Europa eru; Føroyska haran "(Lepus timidus)". Haran í Føroyum (Lepus timidus) leggur 3 ferðir um árið. Hon leitar eftir føði, meðan ungarnir krógva seg í holum. Haran í Føroyum nevnist snjóhara, men verður meira grálig nú um vetrarnar, av tí at so lítið av kava er. Kanadiska pólharan (Lepus arcticus), sum er í Grønlandi, og Norðurevropeiska snjóharan (Lepus timidus) eru lívfrøðiliga rættiliga líkar. Pólharan og snjóharan eru 46-61 cm langar og viga 3,5-4,2 kg. Í Grønlandi eru tær størri jú longri norðuri, tær halda til. Tær hava stutt, breið oyru við svørtum snippi. Pólharan er heilt hvít á vetri. Harafturímoti eru tvey litfrábrigdi, tá talan er um snjóharu. Vetrarfeldurin á teimum, ið reika heilt har norðuri, í Miðnoregi og Norðurnoregi, er snjóhvítur, harafturímóti er hann ljósagráur og ber í hvítt syðri í Føroyum, Skotlandi, Írlandi, og í Suðurnoregi og Suðursvøríki. Hjá báðum sløgunum er summarfeldurin morlittur og gongur yvir í heilt ljósamorreytt. Hvussu víða reikar haran, og hvar heldur hon til. Í Íslandi eru ongar harur. Snjóharan er í Føroyum, Skotlandi og oyggjaflokkunum har, Írlandi, Noregi og Svøríki, umframt í Alpunum. Í Føroyum er væl til av henni, og hon er slept upp í fleiri oyggjum. Pólharan finst fram við norðurstrondini í Kanada og í Grønlandi fram við strondini, tó ikki í Landssynningsgrønlandi og í Melvillevíkini. Fornfrøðingar hava funnið beinleivdir av henni í norðbúgvabygdum úr víkingatíðini. Í Føroyum vóru ongar harur fyrr enn í august 1855, tá vórðu 4 snjóharur sleptar í Kirkjubøreyn. Tær vóru snjóhvítar um veturin, men longu í 1860-árunum vórðu nakrar blágráar vetrarharur sæddar - bláharur. Tær vuksu skjótt í tali og troðkaðu ta hvítu snjóharuna heilt burtur. Veturin 1916-1917 varð tann seinasta snjóharan skotin. Royndir við snjóharu-bláharu vísa, at hvíti vetrarfeldurin altíð troðkar seg framat; tað liggur í hesum harunum. Á Kragerø í Noregi, haðani tær føroysku snjóharurnar komu, er eitt blendsøki, har snjóharur halda seg høgt og bláharur lágt. Um bara ein av teimum 4 uppsleptu snjóharunum hevur havt bláharu-ættarbregði í sær, hevur ikki borið til at sæð tað, fyrr enn stovnurin varð so væl fyri, at bláharu-ættarbregðið slapp framat. Bláharan í Føroyum leggur 3 ferðir um árið, tá veðrið er til vildar, men snjóharan leggur bara 2 ferðir. Harumframt fær snjóharan hvíta vetrarbúna sín fyrr um heystið, enn bláharan fær sín blágráa vetrarbúna. Í Føroyum liggur kavin sjáldan leingi, so tað hevur verið nógv verri hjá snjóharuni enn hjá bláharuni at fjala seg fyri harumonnunum. Tá ið snjóharan varð flutt til eitt øki við havveðurlagi, misti hon øll framíhjárættindi síni. Hetta hevði við sær, at ikki gingu meira enn 60 ár, fyrr enn tað ráðandi snjóharuættarbregðið var forkomið. Eitt frálíkt skúladømi, tá tað kemur til arvalívfrøðina. Pólharan og snjóharan halda til í skógi, har skógur er, men annars eru tær á lyngheiðum heilt upp at kavanáminum. Tær leggja ímillum grót og klettar. Haran etur plantur, grøs, stargrøs, urtir og trøllakambar, umframt knubbar og endaknappar á runnum og trøum. Pólharan og snjóharan eru virknastar í dimmingini. Men tá ið makingartíðin kemur, og tær renna hvør eftir aðrari og gera seg upp, síggja vit tær eisini um dagin. Hara gongur kviðin í einar 7 vikur. Pólharan og vetrarhvíta snjóharan longst norðuri leggja bara eina ferð um árið, men longur suðuri leggja tær tvær ferðir um árið. Bláharan í Føroyum leggur 3 ferðir um árið, og 2-3 ungar eru í hvørjari legu. Kortini er sjáldan, at veðrið er so gott, at allar 3 legurnar koma undan. Í leguni hjá pólharuni í Grønlandi eru 5-7 ungar. Teir eru kynsbúnir, tá ið teir eru 8 mánaðir gamlir. Hetta hevur við sær, at ársgamlar harur leggja. Pólhara og snjóhara verða veiddar, tí at kjøtið smakkar so væl. Hildið verður, at stovnurin í Føroyum í 1997 var uml. 5 000 harur, men av tí at harumenn í Føroyum ikki skulu biðja um veiðiloyvi ella geva fongin upp, er torført at meta um, hvussu nógv verður skotið árliga. Í Føroyum er loyvt at skjóta haru frá 2. november til 31. desember. Frábrigdi. Fleiri staðsettir (lokalir) snjóharustovnar breðga frá upprunastovninum, og verður hetta nevnt "frábrigdi"; t.d. í Skotlandi ("L. t. scoticus"), í Írlandi ("L. t. hibernicus") og í Sveis ("L. t. varronis"). Føroysku harurnar hava longu sýnt broytingar, ið benda á at føroyski stovnurin kann gerast eitt føroyskt frábrigdi í framtíðini, eins og hent er við føroysku mýsnum og fleiri føroyskum fuglastovnum. Fjøðurtari. Fjøðurtari (frøðiheiti - "Ptilota plumosa") er tari har leyvið er eins og fjøður. Fjøðurgreinarnar eru andstaddar og uppaftur greindar. Liturin er fagurt korkareyður, støddin 5-30 cm. Á smágreinarendunum sita nøringargøgnini. Fjøðurtari veksur, har djúpt er, serliga uppi á tonglatara. Er sera vanligur at finna upprikin í fjøruni. Snúgvin skúvtari. Snúgvin skúvtari (frøðiheiti - "Fucus spiralis") líkist bløðrutara, men hevur ongar luftbløðrur. Ofta eru greinarnar snaraðar. Liturin er myrkt gulbrúnur, støddin 15-70 cm. Hesin tari er tvíkynjaður, bæði egg- og sáðkyknur verða til á sama stað á greinarendunum. Hann er vanligur í fjøruni, og tolir betur brim enn bløðrutarin. Bólatari. Bólatari (frøðiheiti - "Ascophyllum nodosum") er taraslag ið ofta nógv greindur. Hann hevur flatar kvíslargreindar greinar uttan miðstrong. Á greinunum sita avlangar luftbløðrur, ið eru breiðari enn greinarnar. Nýggjar luftbløðrur gerast á greinarendunum hvønn vetur. Hetta ger tað møguligt at meta um aldurin og vøksturin tey einstøku árini. Umframt kvíslagreiningarnar eru nógvar síðugreinir. Liturin er gulbrúnur ella grønbrúnur, støddin ½ til 1½ m. Bólatari er tvíbýlisplanta, t.e. til eru bæði kallplantur og kvennplantur. Teir gróbaru lutirnir sita á smáum síðugreinum, sum bólgna upp í endunum. Bólatari er vanligur niðast í fjøruni, hann tolir ikki nógv brim. Tonglatari. Tonglatari (frøðiheiti - "Laminaria hyperborea") er ein av okkara størstu og ramligastu tarum, hann hevur sterkar, greindar rótfestur. Leggurin er stívur og óslættur - gamal tari er ikki sørt trækendur. Liturin er mestsum kastanjubrúnur. Tonglatari er 1-3 m langur fullvaksin, í Norður-Noregi er funnin 5 m langur tonglatari. Leggurin hevur nógvar slímræsur og rennur klár væta, tá skorið verður í hann. Blaðið er umleið 1 m langt, ofta við hjartavaksnari grund og við nógvum lepum í ovara enda. Tonglatari veksur, har djúpt er og helst nógv brim. Soppar. Soppar sum vaksa á einum træði. Soppar er en storur lívveru bólkur, sum hoyrur til biota, sum er tættari í ætt við djór enn plantur. Torført er at staðfesta, um teir eru plantur ella djór. Soppar vaksa væl í myrkja, slavna skógarbotninum. Luftin er tung av leyvi, ið liggur og rotnar. Soppasløgini eru fleiri enn 100 000. Í soppafylkinum eru til dømis bjølgasoppar, hýggjsoppar og hattasoppar. Soppar eru leyvgróplantur, felagsheitið á øllum einføldum plantum. Flestu soppar eru rotplantur, sum súgva rotin evni úr jørðini og eru soleiðis í lívskringinum í náttúruni. Summir soppar liva sum snultarar á dýrum og plantum. Nógv soppasløg vaksa í slavnum skógum og fruktagóðari jørð, serliga um heystið. Summir soppar eru etandi, aðrir eru sera eitrandi. Vit nevna nógvar soppar hundaland; hetta eru hattasopparnir. Ovasti parturin er hatturin, miðparturin er leggurin, og í moldini er leyvið, ið sýgur føðsluevni upp. Millum rukkurnar uppi undir hattinum eru grókornini, sum lætt spjaðast við vindi og spíra árið eftir. Nógvir soppar elva sjúkur hjá fólki, dýrum og plantum. Men nógvir soppar verða brúktir til brygging og baking. Gersoppar fáa t.d. breyð at ganga. Mong soppasløg eru etandi og verða nevnd átusoppar. Summir soppar ikki bara smakka væl, men eru heilsugóður matur. Champignon verður dyrkaður í slavnum, myrkum húsum í mógvi og rossatøðum. Soppasavnarar leita hvørt ár eftir villum átusoppum. Men fólk, ið taka soppar úti, eiga at vera varin og duga á at skyna, tí nógvir átusoppum. Hvørt ár doyggja fólk av soppaeitran. Tann friði, reyði flugusoppurin er eitrandi. Hvíti flugusoppurin er so eitrandi, bara tú smakkar á hann, kanst tú doyggja. Tí er umráðandi ikki at taka hann. Hann líkist nógv champignon. Føroyskir soppar. Í Føroyum vita vit um meiri enn 600 ymisk soppasløg, nærum helvtin av teimum eru hattsoppar, t.e. soppar við hatti og leggi. Hattsopparnir í Føroyum kunnu skiftast sundur í tríggjar nærum eins stórar bólkar alt eftir, hvar ið teir vaksa. Vakshattar. Vakshattarnir (frøðiheiti - "Hygrocybe") eru soppar ið vaksa á graslendi. Flestu vakshattarnir eru gulir, appilsingulir ella reyðir, men einstakir eru, sum eru ljóst viólubláir á liti, grønir, brúnir, gráir ella hvítir. Vakshattar vaksa á lendi, har ið teir verða mettir at liva av at niðurbróta deyðar plantulutir. Teir eru hattsoppar við flíggi undir hattinum. Vanliga er hatturin úr 1 og upp í 10 cm breiður. Tú sært mun á sløgunum, hyggur tú at liti og skapi teirra, men tú kanst eisini hyggja at, um teir eru turrir ella fitikendir, hálir, flusutir ella trevsutir. Vakshattarnir eru uppi í teimum hattsoppasløgunum her í Føroyum, sum flest sløg eru av. Vit vita um 29 sløg, tað er um leið helvtin av teimum sløgunum, sum vit vita um í Evropa. Tey sløgini, ið resta í her á landi, eru júst sovorðin, sum eru tengd at skógarumhvørvi ella sum dáma betur kálkalendi ella líggjari kringumstøður. Vakshattar seta stór krøv til vakstrarstaðið. Flestu sløgini eru næstan bara at finna á heldur turrum, óveltum graslendi, har ið eingi handilstøð verða nýtt og har ið trø ella runnar ikki fáa breitt seg, tí etið verður av lendinum. Nógva staðni í Evropa minkar hetta slagið av náttúruøkjum, sostatt gongur eisini aftur á hondina við vakshattum. Avleiðingin av hesum er hon, at ikki so fáir vakshattar eru at finna á teimum sonevndu reyðu listunum, t.e. á yvirlitunum, sum londini hvørt sær gera yvir teir soppar, tey óttast fyri kanska fara at verða týndir. Í Føroyum eru stak góðir møguleikar hjá vakshattum at standa seg. Næstan alla staðni etur seyður av haganum, ikki eggja tær brøttu líðirnar heldur nøkrum til at velta upp úr nýggjum ella til at trároyna tær á annan hátt. Sostatt kunnu Føroyar metast sum eitt friðskjól hjá vakshattum, yvirhøvur eisini hjá soppum, plantum og flogkyktum, sum trívast á sovorðnum støðum. Leyk-vakshattur. Leyk-vakshattur (frøðiheiti - "Hygrocybe helobia") er vanligur í Føroyum. Hatturin er úr 1 upp í 3 cm breiður, og soppurin er fagurreyður, allur sum hann er. Bæði hattur og leggur eru turrir omaná, og hatturin er flusutur, serliga inni á miðjuni. Leggur tú soppin niður í eskju, beint tá ið hann er hentaður, kennir tú hvíttleyksroyk, tí ið tú nakrar minuttir seinni letur eskjuna uppaftur. Gulur vakshattur. Gulur vakshattur (frøðiheiti - "Hygrocybe chlorophana") er vanligasti vakshatturin í Føroyum. Hatturin er úr 2 upp í 7 cm breiður, og soppurin er gulur, allur sum hann er. Bæði hattur og leggur eru turrir og slættir uttan. Eins og næstan allir hinir vakshattarnir heldur hann serliga til niðan fyri 400 metra hædd. Uppi millum fjalla er í hansara stað bleikgulur vakshattur (latín "Hygrocype citrinopallida"), sum er minni og breiðkúputur við djúpt niðurrendum flíggi. Pappageyka-vakshattur. Pappageyka-vakshattur (frøðiheiti - "Hygrocybe psittacina") veksur burtur úr øllum øðrum vakshattum. Tá ið soppurin er fullvaksin ella sólin hevur sæð á hann, bliknar hann og verður gulligur, men ovast á legginum varðveitir hann næstan altíð grøna litin. Bæði hattur og leggur eru kleimutir ella sliputir, so ilt er at fáa rættiliga um hann, ætlar tú at henta hann. Moyggjar-vakshattur. Moyggjar-vakshattur (frøðiheiti - "Hygrocybe virginea") veksur her og har í Føroyum. Vanliga er hatturin úr 1 upp í 4 cm breiður, og soppurin er hvítur ella litkaður allur sum hann er. Bæði hattur og leggur eru sliputir, og omaná er hatturin nakað fitikendur. Moyggja-vakshattur hoyrir upp í tann bólk av vakshattum, sum er næstan kelvirundur og hvørs flíggi eru mjátt samvaksin legginum. Matur. Matur er nakað, sum kann etast. Matur er høvuðskeldan til orku og føðsluevni fyri djór, og kemur vanliga frá djóri ella plantu. Øllum djórum og menniskjum tørvar mat. Í matinum eru lívsneyðug evni, ið veita kroppinum bæði orku og hita, og evni, sum eru lívsneyðug fyri trivnað og vøkstur. Kosturin er ymiskur um allan heim og lagar seg eftir, hvør matur er tøkur. Menniskan kann sodna sera ymiskan mat av gróðri og djóri, men summi fólk eru urtaátarar, "vegetarar", burturav. Tey eta ikki kjøt, tí trúgv teirra loyvir tí ikki, ella tey halda tað vera ringt fyri heilsuna. Er kosturin ikki nóg heilsugóður, ella mattrot er, kann sjúka standast av tí. Hjarta- og æðrasjúkur og aðrar vælferðarsjúkur kunnu vit fáa, um vit oveta okkum av mati, sum er ringur fyri heilsuna. Sigert O. Patursson. Sigert O. Patursson (15. oktober 1869 í Kirkjubø - 17. september 1931) var ævintýrari. Í 1889 fór Sigert sum 20 ára gamal undir sína fyrstu longu ferð í norðaru og syðru pørtunum av Vestursibiriu og Karahav. Um seks ára ferðina var bókin "Á ferð í Sibiriu" skrivað, sum er um mentanarsøgu og hendingar á ferðini. Fýrtalv. Fýrtalv er talv, har fýra telva ísenn. Sum í vanligum talvi hevur hvør telvari 16 talvfólk, men nú eru 4 litir. Telvararnir, sum sita yvirav hvørjum øðrum, eru í parti. Talvborðið er størri, enn í vanligum talvi. Uppí hvønn kant eru 3 røðir afturat við 8 puntum, og uttast stendur talvfólkið. Fýrtalv, sum mest varð telvað fyrr, kundi verða drúgvt. Jógvan á Lakjuni. Jógvan á Lakjuni (13. november 1952 í Fuglafirði) er føroyskur politikari og tónasmiður. Hann er útbúgvin lærari og hevur verið lærari í Fuglafjarðar Skúla og á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Jógvan er giftur við Odvør, og eiga tey 5 børn. Politiska lívsleiðin. Í politiska lívi sínum er Jógvan fólkafloksmaður, hann var landsstýrismaður í mentamálum 2004-2008 og løgtingsformaður frá november 2011. Listarligt virksemi. Jógvan á Lakjuni er dugnaligur tónleikari og hevur skrivað løg til nógvar sangir, m.a. til tekstir hjá Hans A. Djurhuus og Ismari Joensen. Eisini hevur hann havt barnakór í Fuglafjarðar Skúla og saman við Frits Johannesen stjórnað og spælt undir hjá Fuglafjarðar Gentukóri. Jógvan hevur eisini sungið vid í fleiri kórum, m.a. Berøa-kórinum, sum Jóannes S. Hansen og Alfred Hansen høvdu síðst í 60-árunum, í Ebenezer-kórinum undir leiðslu av Jens Guttesen frá 1972 til1977 - og ikki minst í Siloa-kórinum, sum beiggi hansara, Eyðun á Lakjuni hevur stjórnað síðan 1988. Eisini hevur Jógvan tey seinastu nógvu árini sungið við í mans-dupulkvartettini Vega í Fuglafirði. Jógvan hevur eisini verið vid á fleiri plátu-, band- og fløguútgávum. Í lestrarárunum í Havn í 70-árunum sang hann vid Nicodemussangbólkinum, har hann var við á trimum plátuútgávum. Í 1984 skipaði hann saman við Frits fyri útgávu av bandi av Fuglafjarðar Gentukóri, og í 1986 var Jógvan primus motor aftan fyri bandið Heima við bólkinum Bros, har hann eisini sang við á summum av løgunum. Jógvan eigur sjálvur eini 8 ella 9 av teimum 14 løgunum á bandinum. Í november 2012 góvu Jógvan og sonur hansara Bárður út fløguna "Gakk tú tryggur". Heitið hevur hon eftir barnarímuni hjá Hans. A. Djurhuus, sum er vorðin fólkaogn og eisini komin við í kirkjusálmabókina, síðan Jógvan gjørdi sítt vakra lag til hana í 1980. Jógvan hevur gjørt sjey av løgunum á fløguni, og Bárður fimm, m.a. tann sera vakra sangin "Sólstrálan". Hans Andreas Djurhuus eigur annars helmingin av yrkingunum á fløguni. Tónleikarar á fløguni eru m.a.: Magnus Johannessen, Mikael Blak, Jan Rúni Poulsen, Niclas Johannesen, Finnur Hansen og Rúni Hentze. Niclas Johannesen hevur produsera. Heimspeki. Heimspeki er ein læra innan almennir og grundleggjandi trupulleikar viðvíkjandi ymisk rák, sum vísindi, estetikki, sannkenningarfrøði, etikki, logikki, mál og metafysikk. Heimspeki er ein øðrvísi máti at loysa trupulleikar við skilagóðum framferðarhátti í rákum, til dømis, at fólk spyrja spurningar so sum, um Guð er til, um vitan er møgulig, og hvat ger eina gerð rætta ella skeiva. Heimspeki er týtt frá tí forngrikska orðinum φιλοσοφία ("filosofia", sum bókstaviliga merkir "kærleiki til vísdóm". Á føroyskum nýta vit heitið heimspeki, tó er heitið hugspeki eisini at hoyra. Brennivín. Brennivín er rúsdrekka, sum hevur meir enn enn umleið 21 rúmprosent av alkoholi. Í brennivíni er nógv meiri alkohol enn í víni og øli. Rúsnøgdin í brennivíni er viðgjørd á serstakan hátt, hon er dropadrivin, eisini nevnt destillerað. Smakkurin er tengdur at, hvussu løgurin er dropadrivin, hvør frukt er nýtt til framleiðsluna, og hvussu brennivínið verður goymt eftir destillering. Tað hevur eisini týdning, hvussu leingi tað verður goymt, og hvørjum træi tað verður goymt í, áðrenn tað verður tappað. Brennivín er til dømis vodka, akvavit og whisky. Í Føroyum er ikki loyvt at selja brennivín og annað alkohol í vanligum handlum. Brennivín verður selt í Rúsuni (Rúsdrekkasøla Landsins), sum hevur deildir í Tórshavn á Streymoynni, Klaksvík á Borðoynni, Skálavík á Sandoynni, á Drelnesi í Suðuroynni, Saltangará í Eysturoynni og í Miðvági á Vágoynni. Eitt føroyskt felag framleiðir alkohol. Tey fyrstu árini noyddist felagið at framleiða brennivíni í Danmark og Íslandi, men í 2011 samtykti Føroya Løgting, at nú er loyvt at bryggja sterkt í Føroyum. Markið hjá tollvaldinum millum heitvín og brennivín er 22 %. Alkohol. Eitt alkohol er, í evnafrøðiligum høpi, eitt lívrunnið mýl við einum ella fleiri hydroxybólkum (-OH). Rúsandi løgurin vit vanliga nevna alkohol eitur í evnafrøði ethanol (sí mynd). Alkoholir verða nevnd við endingini "-ol" ella, um aðrir hægri raðfestir bólkar eru í mýlinum, við "hydroxy-". Eitt mýl við einum hydroxybólki bundnum til ein benzenring kallast ein phenol og verður ikki roknað sum eitt alkohol. Framleiðsla. Framleiðsla av alkoholum kann gerast á nógvar ymiskar mátar. Niðanfyri er ein listi yvir teir mest nýttu. Reaktiónir. Alkoholir kunnu reagera á óteljandi mátar. Niðanfyri er ein listi yvir nakrar av teimum mestu vanligu reaktiónunum. Amin. Ein amin er felagsheiti fyri ein funktionellan bólk og eitt lívrunnið mýl ið hevur hendan bólkin í sær. Aminir eru uppbygtar sum eitt ammoniakmýl við einum ella fleiri av teimum trimum hydrogen atomunum skiftum út við aðrar bólkar. Aminir verða nevndar við endingini "-amin" um talan er um einfald, smá mýl. Aminbólkurin kann eisini nevnast í heitinum við "amino-". Tindhólmur. Tindarnir í Tindhólmi ein mjørkadag. Tindhólmur er ein hólmur í Vágum. Kemur ella fer ein við flogfari umvegis Vága Floghavn, er tað ofta, at ein flýgur fram við Tindhólmi. Tindhólmur er størsti hólmur í Føroyum, og er hann 65 hektar til støddar. Hólmurin er tvær merkur og hevur nógvan fugl. Í hólminum er ofta grind deyð, men seinastu ferð um leið 1970. Tann sermerkti hólmurin, sum sæst úr bygdini Bø, hevur fingið navn eftir sínum høgu tindum. Tindarnir eru fimm í tali, og eita teir Ytstitindur, Arnatindur, Lítlitindur, Breiðitindur og Boygditindur. Í skúlanum hevur verið vanligt, at børnini lærdu tindarnar við hesi ramsuni "Ytsti, Arni, Lítli, Breiði, Bogni", og er ramsan eisini nýtt sum niðurlag í einum populerum sangi. Søgnin um ørnina í Tindhólmi. Hóast eingin býr har, hevur tað ikki altíð verið so. Søgn er, at hann skal hava verið bygdur í gomlum døgum. Søgan sigur, at ein familja (maður, kona og barn) búði har einaferð, men meðan maðurin var og fiskaði, kom ein ørn og tók smábarnið, og fleyg tað upp á ein av tindunum. Og hóast mamman megnaði at fara eftir barninum, var ov seint. Eftir hetta flutti familjan av oynni, og síðan tá hevur eingin búsett seg har. Sí eisini. Hólmar í Føroyum Vodka. Vodka er rúsdrekka, sum er sterkari enn 37,5% alkohol. Vodka er upprunaliga ein eysturevropeiskur drykkur, ið verður framleiddur úr øllum rávørum, sum kunnu gerast um til alkohol, men sum oftast verður korn ella epli nýtt. Tá ið tað er dropadrivið, verður sprittið sílað, so at øll lukt- og smakkfrumevni verða tikin burtur. Munurin á teimum ymsu sløgunum liggur í dygdini á rávørunum og í vatninum. Vodka verður mest nýtt til at blanda ymiskar drykkir. Vodka inniheldur vatn og alkohol. Tað fæst harumframt eisini við einum ótali av ymsum tilsettum smakkum. Alkoholprosentið spennir millum 35 % og 50 %. Navnið Vodka er eitt vart navn í ES, og reglurnar eru greiðar. Vodka skal verða destillerað til minst 95 % og síðani blandað til í minsta lagið 37 %. Um hesar reglur ikki verða fylgdar, kann tað ikki eita Vodka, men má seljast undir øðrum navni. Absolut Vodka. Ymisk sløg av Absolut Vodka. Absolut Vodka er eitt svenskt slag av vodka úr bygdini Åhus í Skåne län. Absolut Vodka varð stovnað í 1879 av Lars Olsson Smith. Síðan juli 2008 hevur eitt franskt felag, Pernod Ricard, átt Absolut Vodka. Absolut er trið størsta slagið av brennivíni í heiminum næst eftir Bacardi og Smirnoff. Absolut verður selt í 126 londum. Katowice. Kort yvir økið Ovara Slesiska Metropolitanin (Górnośląski Związek Metropolitalny) Katowice (Kattowitz) er ein býur í Selesia í suður Póllandi. Býurin varð grundaður í 16. øld. Fólkatalið í býnum er umleið 300.000. Í stórbýarøkinum búgva góðar tvær milliónir íbúgvar. Katowice er høvuðsstaður í voivodskapinum Slesia (pólskt: "województwo śląskie", danskt: "Voivodskabet Schlesien"). Adam Smith. Adam Smith, (doyptur 5. juni 1723, deyður 17. juli 1790) var moralheimsspekingur og grundleggjari av samfelagsbúskapi sum vísind. Adam Smith varð føddur í Kirkcaldy í Eysturskotlandi. Føðingardagur hansara er ókendur. Høvuðsverk hansara "An Inquiry into the Nature and Causes of the Wealth of Nations" varð útgivið í 1776 og gjørdist grundarlagið fyri liberalismuni sum búskaparrák. Tað var Adam Smith sum introduseraði hugtakið "The Invisible Hand", ella "Ósjónligu hondina". Við hugtakinum vil hann millum annað vísa á, at um marknaðarkreftirnar sleppa at ráða uttan uppíblanding frá t.d. tí almenna við studningi ella øðrum. Nepal. Nepal er eitt lýðveldi í Asia. Høvuðsstaður er Kathmandu. Fólkatalið er umleið 26,5 milliónir. Nepal liggur millum Kina í norði og India í suðri. Tíggju av sekstan av heimsins hægstu fjøllum liggja har norðuri í Nepal, av teimum er eisini Mount Everest, ið er heimsins hægsta fjall og liggur á markinum millum Nepal og Kina. Lítla landið Nepal er ógvuliga avbyrgt land í syðra parti í Himaleiafjøllum. Flestu fólk eru hinduar, men hjá mongum fólkum er átrúnaðurin blandingur av hinduismu og buddismu. Til 1991 var kongur einaveldugur, men eftir harðan politiskan ófrið, varð skipanin broytt til parlamentariskt kongsveldi, og fólkið slapp at velja stýrið sítt, og nú styrir fólkavald stjórn landinum. Í 2006 varð kongurin koyrdur frá, og landið varð stovnað sum lýðveldi. Hægstu fjøll í heiminum - harímillum Mount Everest - eru í Nepal, og tí er landið væl umtókt ferðamál hjá fjallaklívarum og fólki, sum dámar at ganga í fjøllunum. Kathmandu er høvuðsstaður í Nepal og størsti býur. Í gamla býarpartinum eru nógvar trongar gøtur og mong torg við gomlum templum og minnisvarðum. Í einum templi býr livandi gudinnan Kumari Devi, ein smágenta, sum kosin er at umboða hindugudinnuna Parvati. Gentan er í templinum, til hon kemur í kynsbúningaraldurin, tá verður ein onnur vald. Í Nepal eru mong fólkasløg. Sherparnir í eystara parti í hálendinum eru óføra djarvir fjallaklívarar. Gurkharnir miðskeiðis í landinum eru heimsgitnir fyri dirvi og evni síni sum hermenn og manna serdeildir bæði í indiska og bretska herinum. Newrarnir í Kathmandudali eru kendir fyri træskurðarlist sína, sum prýðir mong tempul og hús í Nepal. Meiri enn helvtin av fólkinum í Nepal er nepalar, ið eru ættaðir úr India. Um 90 % av fólkinum í Nepal arbeiðir í landbúnaðinum. Mong dyrka rís og aðra grøði í vælgjørdu bríkunum, sum eru laðaðar langt niðan í brøttu líðirnar. Soleiðis ber til at velta í lendi, sum annars hevði verið óhugsandi sum dyrkilendi. Sum aðrastaðni her um leiðir hevur monsunregnið alt at siga fyri gróðurin. Geir H. Haarde. Geir Hilmar Haarde (f. 8. apríl 1951 í Reykjavík) var forsætisráðharri Íslands frá 2006 til 2009 og formaður fyri Sjálfstæðisflokkin frá 2005 til 2009. Göran Persson. Göran Persson (20. januar 1949 í Vingåker) var forsætisráðharri Svøríkis árini 1996 til 2006 fyri Socialdemokraterna, og formaður fyri Socialdemokraterna til 2007. Útvortis ávísing. Persson, Göran Lena Anderssen. Lena Anderssen (fødd 26. september 1974 i Tórshavn) er ein føroysk-kanadisk songkvinna. Lena hevur valt at útliva dreymin um eitt lív sum yrkistónleikari. Saman við manninum Niclas Johannesen hevur hon síðani seinnu helvt av nítiárunum roynt seg bæði uttanlands og í Føroyum. Í 2005 hava tey satsað miðvíst upp á danska marknaðin. Har hava tey spælt nógvar konsertir, givið út fløgu "Can't Erase It", luttikið í nógvum útvarpsendingum, fingið fleiri frálík ummæli og hava verið á konsertferð saman við amerikonsku songkvinnuni Beth Hart. Lagið "Step On The Gas", av nýggju endurljóðblandaðu útgávuni av fløguni "Can’t Erase It", hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum í Danmark. Í løtuni (juni 2006) byrjar "Can’t Erase It" at verða spælt í donskum útvarpi. Lena er nógv ment sum songkvinna, tekstskrivari og tónasmiður. Hennara inniliga rødd nemur við hjartað hjá mongum, tá hon syngur sínar søgur. Ingi Joensen. Ingi Joensen (f. 1953) er avlærdur fotografur og arbeiðir sum listamaður við ljósmyndum. Hann leggur dent á grafiska skapið og huglagið í myndunum. Vanligi arbeiðsháttur hansara er at viðgera sínar svørt­hvítu myndir og geva teimum tónar í ymiskum litum. Útbúgving frá Danmarks Designskole 1973-77. Útvortis ávísing. Joensen, Ingi Joensen, Ingi Kári Sverrisson. Kári Sverrisson er ein føroyskur tónleikari, sangari, sangskrivari og tónasmiður. Eru vit til, spurdi Kári Sverrisson í sanginum, á Amnesty International fløguni fyri sløkum 15 árum síðani. Tað var tað fyrsta, sum føroyingar veruliga hoyrdu til sangskrivaran og sangaran Kára Sverrisson. Kári var sentralur limur í tónleikabólkinum Enekk, sum var ein tann mest nýskapandi bólkurin í føroyskari tónleikasøgu. Sum einstaklingur hevur Kári javnan framførslur við tónleiki hjá sær sjálvum og øðrum. Hann er ein gávaður og nýskapandi sangskrivari, sum telist millum teir størstu vísusangararnar, sum Føroyar hava átt. Røddin er sera egin og hann var millum uppskotini til besta sangara á Planet Awards. Á Asfalt hevur Kári fingið Føroya besta botn við sær. Føroya besti trummuleikari sambært AME Rógvi á Rógvu og Føroya besti bassleikari somuleiðis sambært AME Arnold Ludvig vóru við til at gera framførsluna til eina bólkaframførslu. Oyggjaleikir 2005. XI (11.) Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Hetlandi 9. juli 2005 - 15. juli 2005. Hetland er minsta oyggjalandið, sum hevur verið vertur fyri Oyggjaleikunum. Til tess at húsa teimum umleið 2400 luttakarunum vórðu tvær ferjur leigaðar at virka sum gistingarhús. Afturat teimum vóru 47 føroyskir bátar og skip, sum vóru komin til Hetlands í sambandi við Oyggjaleikirnar. 84pxStutt áðrenn Oyggjaleikirnir byrjaðu, t.e. 1. februar 2005 varð hetlendska flaggið viðurkent av skotsku skjaldramerkjamyndugleikunum. Saint-Dié-des-Vosges. Saint-Dié-des-Vosges er ein býur í Frakland. Søga. 1507: Kort "Universalis Cosmographia " og bók "Cosmographiae Introductio" (Martin Waldseemüller) Politikkur. Ráðhúsið Oyggjaleikir 2003. 10. Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Guernsey í 2003. Oyggjaleikir 2001. 9. Oyggjaleikirnir vórðu hildnir á Isle of Man 9. juli 2001 - 13. juli 2001. Fyrstu Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Isle of Man í 1985. Isle of Man er fyrsta landið at hýsa Oyggjaleikunum tvær ferðir. Oyggjaleikasambandið hevur skrivstovu sína í manska høvuðstaðnum Douglas. Oyggjaleikir 1995. 6. Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Gibraltar frá 15. juli 1995 til 22. juli 1995. Oyggjaleikir 1989. Oyggjaleikir 1989 vóru hildnir í Føroyum. Oyggjaleikir 1987. Oyggjaleikir 1987 vóru hildnir á Guernsey. Oyggjaleikir 2007. XII (12.) Oyggjaleikirnir vóru hildnir á Rhodos 30. juni 2007 - 6. juli 2007.. Kurów. Kurów er ein býur í Póllandi. Kurów hevur 2 870 íbúgvar (2013) og varð stovnaður í 15. øld. Býurin liggur við ánna Kurówka. Býurin er høvuðsbýur í kommununi Gmina Kurów. Hin 9. september 1939 varð eitt sivilt sjúkrahús bumba av týskarum, og nógv fólk doyðu. Undir seinna heimskríggi høvdu týskarar ein arbeiðsleir uttanfyri býin. Montenegro. Tjóðveldið Montenegro (Serbiskt: Црна Гора/"Crna Gora", úttala: /'tsr̩naː 'gɔra/) er land í landsynningsevropa. Tað hevur strond við Adriahav fyri sunnan og mark við Kroatia fyri vestan, Bosnia og Hersegovina í útnyrðingi, Serbia í útnyrðingi (herundir eisini ST-umsitna landspartin Kosovo og Albania í landsynningi. Høvuðsstaðurin er Podgorica. Sjálvstøðugt frá Seinmiðøld til 1918, men landið gjørdist seinri partur av Jugoslavia í ymiskum holdum og ríkissamveldinum Serbia og Montenegro. Grundað á úrslitini frá fólkaatkvøðu 21. mai 2006 kunngjørdi Montenegro sjálvstøðu sína 3. juni 2006. Montenegro varð viðurkent sum sjálvstøðug tjóð av Serbia 15. juni og 28. juni. Tað gjørdist 192. limaland Sameindu tjóða. Navn. Navn Montenegro – á egnum máli "Crna Gora" – merkir beinleiðis "svart fjall", sum sipar til dimmu skógirnar, ið einaferð klæddu líðirnar í Dinarisku alpunum sæddar frá sjóvarmálanum. Landsins navn á flestu vesturevropisku málum endurspeglar venetisku týðingina av navninum "monte negro", ið eisini merkir "svart fjall". Onnur mál, serliga nærmastu grannamálini, nýta sína egnu beinleiðis týðing av hugtakinum. T. d. albanskt: "Mali i Zi", bulgarskt: "Черна гора" (ið merkir "Svartur skógur", har ið orðið "гора" er farið at merkja "skógur" heldur enn "fjall" í nútíðarbulgarskum); romanskt: "Muntenegru", grikskt: "Μαυροβούνιο" og turkiskt: "Karadağ"; "svørt fjøll", nakað fjarari eisini russiskt: "Черногория" og kinverskt: 黑山 (pinyin: "hēishān"). Somuleiðis hevur skotið verið upp at nevna landið Svartafjall á føroyskum. Søga. Landið er kent fyri at vera ein partur av Serbia undir krígnum millum Bosnia og Kroatia í 1990-unum og var partur av serbiska herinum, ið leyp á Kroatia. Landið byrjaði eina sjálvsstýristilgongd í 2005 og fekk endaliga sjálvstýri frá Serbia í 2006. Fyrsta ríki at viðurkenna Montenegro var Ísland 8. juni 2006, síðan fylgdu Sveis og Estland 9. juni og Russland 11. juni. Viðurkenningar frá Kroatia, Bosnia og Herzegovina og Slovenia vóru skjótar. Evropasamveldið og USA viðurkendu Montenegro 12. juni eins og ymisk limalond í ES og onnur evropisk lond (herundir Bulgaria). Sameinda kongsríkið gav formliga viðurkenning 13. juni, Kina og Frakland 14. juni soleiðis, at allir fimm limirnir í ST-trygdarráðnum viðurkenna stjórn Montenegro. Serbia, hin fyrrverandi parturin í ríkissamveldinum, viðurkendi Montenegro 15. juni. OSCE gjørdi av at góðtaka Montenegro sum 56. lim sín 21. juni, og landið tók við sæti sínum í Fasta Ráðnum 22. juni. Sameindu tjóðir gjørdu við atkvøðu í Trygdarráðnum at bjóða fullan limaskap í felagskapinum sum hitt nýggja sjálvstøðuga tjóðveldið Montenegro 22. juni 2006. Montenegro varð váttað sum limur 28. juni. Landafrøði. Montenegro er eitt lítið land í Eysturevropa. Tað liggur ímillum Kroatia, Serbia, Bosnia-Hersegovina og Albania. Spania. Spania (spanskt; "España") er eitt land í Suðurevropa. Høvuðsstaður er Madrid, og londinum hevur umleið 45 millionar íbúgvar. Spania hevur mark við Andorra, Frakland, Gibraltar, Portugal og Marokko (frá Ceuta og Melilla). Høvuðsmálið er spanskt. Søga. Fyrst í 11. øld var Spanianes lutað sundur ímillum muslimsk ríki sunnan fyri og í miðjuni og mong kristin kongsríki norðanfyri. Í 1037 eydnaðist Fernando av Kastilia at fullfíggjað ta mál, pápi hansara hevði sett sær; at taka grannaríkið Léon. Men ikki fyrr enn í 1072 kendi sonur Fernandos Alfonso 6. seg so tryggan í sæti, at hann tordi at leggja á muslimsku ríkini fyri sunnan. Stríðið vardi í 400 ár, til síðsta muslimska kongsríkið, Granada, mátti lúta í 1492. Trý skip úr spanska rannsóknarflotanum, sum skuldu sigla kring jørðina við portugisiska sjófaranum Ferdinandi Magellan (1480-1521) sum høvuðsmanni, sigldu um tað ovurstóra Kyrrahav. Tey komu fram á tvær smáar polynesiskar oyggjar á vegnum. Onnur var Pukapuka. At enda kom Magellan til Guam, størstu oynna á Marianoyggjum, tá var manningin illa fyri, og nógvir vóru deyðir. 16. mars 1521 steig Magellan fótin á land á filipinsku oynni Samar, og nakrar vikur seinni drupu uppøst fólk á oynni hann. Bara eitt skip við næsta sjóloytnanti Magellans, Sebastian del Cano (1486/1487-1526) sum skipara, kom heim aftur til Spania í september 1522, tá hevði tað fullført fyrstu siglingarferðina um knøttin. Og umsíðir var prógvað, at jørðin var rund. Í 1931 noyddu spanskir lýðveldismenn Alfonso 13. kong í útlegd. Nýggja lýðveldisstjórnin førdi sosialistiskan politikk og legði hald á góðseigarajørð og býtti út til bøndur og avmarkaði valdið hjá kirkjuni og herinum. Á valinum í 1936 fekk Sosialistiska Fólkafylkingin meiriluta. Tá gjørdu yvirmenn í spanska herinum, sum stuðlaðu fasistunum, uppreistur. Herovastin Francisco Franco gjørdist oddamaður teirra. Ræðuligt borgarakríggj brast á í landinum. Italia sendi herlið at hjálpa Franco, og Týskland sendi honum hernaðarflogfør. Sovjetsamveldið sendi stjórnini pening og vápn, men í mars 1939 hevði Franco tikið meginpartin av Spania. Hann gjørdist einaræðisharri, og bara ein flokkur, Falengeflokkurin, slapp at vera. Eftir blóðugt borgarakríggj frá 1932-1939 tók einaræðisharrin Francisco Franco við og stýrdi øll árini til 1975. Eftirmaður hansara, Juan Carlos kongur 1., setti fólkaræði aftur í gildi. Nú á døgum er Spania sterkt ídnaðarland; mong fólk arbeiða eisini í landbúnaðinum, og ferðavinnan er í støðunum vøkstri. Størsta menningin og mesta virksemið er fram við strendurnar. Matur. Føroyar útfluttu í nógv ár klippfisk til Spania, har fiskurin varð nevndur "bacalao". Spanska heitið gav eisini navn til flakavirkið í Havn við sama navni. Spaniar eta framvegis nógvan bacalao, men innflyta hann nú úr øðrum londum enn Føroyar. Ítróttur. Í Spania hava fólk spælt ymisk sløg av fótbólti heilt aftur til rómverjatíðina. Síðan tíðliga í 20. øld hevur enska slagi av fótbólti, ið er tað slagi, ið føroyingar eisini best kenna, verið vælumtókt í Spania. Real Madrid C.F. og FC Barcelona eru millum heimsins kendastu og mest vinnandi feløg í heiminum. Spanska fótbóltslandsliðið vann EM í fótbólti í 1964, 2008 og 2012 og HM í fótbólti í 2010. Aðrar ítóttagreinar ið eru væl umtóktar í Spania eru kurvabóltur, tennis, súkkling, hondbóltur, futsal, motorsúkklukappkoyring og, seinastu árini eisini Formula Eitt. Politikkur. Spania gjørdi saman við sameindum londum innrás í Afghanistan í 2002. Síðan eru 22 spanskir hermenn deyðir í krígsherjaða landinum. Í løtuni (oktober 2009) eru 1.200 spanskir hermenn í Afghanistan. Landafrøði. Tað mesta av Spania er ein turrur háslætti, men so eru kortini stórar og veldyrkaðar fløtur uppímillum. Sunnan fyri Pyreneurnar er Ebrofløtan. Har er turt veðurlag, men ógvuliga heitt um summarið; um veturin kann kortini vera kavi. Har, sum tað ber til at veita vatn oman úr fjøllunum, er fløtan væl dyrkað. Vestan fyri fløtuna fram við Biscayavíkini eru tey Kantabrisku fjøllini. Har á norðursíðuni fellur ógvuliga nógv regn niður, og har vaksa skógir av tundureik. Mitt í Spania er háslættin Castilia. Har er so turt og steikjandi heitt um summarið, at gróðurin svidnar av. Um veturin kann tað vera kalt, og ikki so sjáldan kavar hann. Í útnyrðingshorninum av háslættanum regnar kortini nakað, og har velta teir hópin av hveiti og rugi. Størstu áirnar í Castilia eru Tajo og Duero, men tað er við teimum, sum við hinum sponsku áunum, um veturin standa tær á tremur, og um summarið kunna tær brúkast sum vegir. Sunnan fyri Castilia í útsynningshorninum av Spania er vítt slættlendi, sum eitur Andalusia. Har er heitasta plássið í Spania. Nógvastaðni á fløtuni hava teir veitt vatn frá Guadalquivir og øðrum áum út yvir bøin, og bøndurnir dyrka nógvar plantur, sum bert trívast í nógvum varma. Har vaksa m.a. mais, hveiti, vín og suðurfruktir. Eystan fyri Andalusia er fjallalendið Granada; har síggjast nógvir vakrir bygningar frá teirri tíðini, tá ið maurarnir ráddu yvir Suðurspania. Fram við Miðjarðarhavsstrondini eru nógvar smáar fløtur. Hesar fløtur, sum á sponskum kallast "huertas", urtagarðarnir, eru besta jørðin í Spania. Heitt er bæði vetur og summar, og úr fjøllunum koma nógvar áir, sum teir frá fornari tíð hava veitt oman yvir bøin við teimum mongu frukttrøunum. Har vaksa bæði mandlur, sitrónir, víndrúir, olivur, appilsinir, fikur, abrikosur og dadlur, og teir heysta fleiri ferðir um árið. Allar sunnast í Spania eigur Stórabretland ein lítlan bý, Gibraltar. Í Atlantshavinum eigur Spania Kanarisku oyggjarnar. Fólkið. Spania verður ofta sett í samband við fiesta og flamenko. Flestu fólk eru katolikkar, og tá ið teir halda fiesta, er tað tíðum at minnast ymisk halgimenni; tá ganga teir skrúðgongu, spæla tónleik og dansa. Fleiri fólkasløg við egnum máli og serstakari mentan eru í Spania. Málini eru fleiri, til dømis katalónskt, gæliskt og euskera. Baskar, ið búgva í Norðurspania og nakað inn í Frakland, tala euskera, sum als ikki er skilt við spanskt eins og hini bæði málini eru. Almenna málið í Spania er kastilianskt, og allir skúlanæmingar læra tað, umframt enskt ella franskt. Sponsk børn bera orð fyri at leggjast seint: tey eta lítla máltíð, tá ið tey koma úr skúla, so spæla tey uttandura, til alt húskið fær sær nátturða um níggjutíðina. Búskapur. Landbúnaður og fiskivinna vóru grundarlagið undir spanska búskapinum. Nú á døgum er stórur stálídnaður í landinum, meginparturin er miðsavnaður uttan um Barcelona. Har eru eisini nógvar bilverksmiðjur. Í 1980-árunum komu nógvar elektróniskar og hátøkniligar verksmiðjur; nógv av tí fíggjaðu útlendskar fyritøkur. Týdningarmestu landbúnaðarvørurnar eru korn, oljuber, vínber og aldinfruktir, helst appilsinir úr fruktagóða lendinum við Sevilla. Almenn skuld. Búskaparkreppan er farin illa við Spania seinastu árini, og neyðugt hevur verið at siga nógvum fólkum úr starvi, fyri at spara, samstundis sum neyðugt hevur verið at lænt stórar peningaupphæddir, fyri at landið kann hóra undan; spanski landskassin skyldar meir í 2014, sjálvt um stjórnin hevur gjøgnumført krevjandi sparingar á fíggjarlógini. Skuldin var í 2013 komin uppá 960 milliardir evrur, ella umleið 8000 milliardir krónur. Hetta svarar til heili 94 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, tað vil siga tað samlaða virði av tí sum landið framleiðir av vørum og tænastum. Í 2012 var skuldi 86 prosent av BTÚ. Hetta sæst í tølum sum spanski miðbankin legði fram í mars 2014. Og framskrivingarnar hjá bankanum eru onki bjartar, tí tey rokna við at skuldin í 2014 kemur at vera 99 prosent av BTÚ. Í 2007 var skuldin 36,3 prosent av BTÚ. Men síðani kreppan rakti er skuldin vaksin javnt. Arbeiðsloysi. Talið av arbeiðsleysum veksur í Spania. 4,6 milliónir spaniólar standa uttan arbeiði, har av 2 milliónir eru kvinnur. Serliga tey ungu eru hart rakt. Við uml. 20 % arbeiðsloysi, er Spania landið við næsthægsta arbeiðsloysi í ES. Tað vísa tøl frá sentralu hagtølunum hjá ES, "Eurostate". Uppá bert eitt ár er talið av arbeiðsleysum tvífaldað í Spania, og síðani 1. januar í 2010 er talið voksið við 300.000. Arbeiðsloysi hevur ikki sæð svartari út síðani 1997, skriva fleiri spanskir miðlar. Hóast hetta er forsætisráðharrin José Luis Rodríguez Zapatero optimistiskur. Zapatero roknar við, at talið av arbeiðsleysum hevur nátt toppin, og at menningin frá nú av gongur rætta vegin. Hann peikar á, at spanska búskapurin vanliga gongur illa teir fyrstu mánaðirnar av árinum, tí byggjuvinnan, landbrúkið og ferðavinnan eru minni virkin hesa tíðina av árinum, men búskaparserfrøðingar eru ikki samdir við honum í hesum. 40,8 % av spanska ungdóminum millum 15 og 30 ár, hevur einki arbeiði. Tilflytarar í landinum eru eisni hart raktir av kreppuni, sum rakti landið hart fyri tveimum árum síðani. Av teimum eru uml. 30 % arbeiðsleysir. Ferðavinna. Um 59 milliónir ferðafólk koma til Spania á hvørjum ári at njóta lívið á vøkru, sólljósu baðistrondunum og at síggja føgru, sjáldsomu byggifrøðilistina í býum sum Barcelona og Sevilla. Norðurevropeiskum ferðafólki dámar best at fara til strendurnar við Costa del Sol, Costa Blanca (til dømis Torrevieja) og Mallorka. Tarvafikting er vanligt undirhald í øllum stórum býum. Maltiska stavraðið. Maltiska stavraðið er bygt á latínska stavraðið við nøkrum eyka bókstavum við teknum. Tað verður nýtt til at skriva maltiska málið. Leggið til merkis, at stavraðið ikki hevur Y. Vilnius. Vilnius (pólskt: "Wilno") er høvuðsstaður Litavu. Býurin hevur umleið 542 932 íbúgvar (2011). Suðursámiskt mál. Suðursámiskt er býtt upp í tvey málføri: "Vanligt" suðursámiskt og umesámiskt. Hetta seinna verður tosað í Umeådalinum og hevur summi ting til felags við lulesámiskt og norðursámiskt. Suðursámiskt er hótt. Síðstu skansarnir hjá tí eru kommunurnar Snåsa og Hattfjelldal í Noregi, har nøkur hundrað fólk enn tosa tað. A/a, B/b, D/d, E/e, F/f, G/g, H/h, I/i, (Ï/ï), J/j, K/k, L/l, M/m, N/n, O/o, P/p, R/r, S/s, T/t, U/u, V/v, Y/y, Æ/æ, Ø/ø, Å/å Ä/ä er eitt avbrigdi av Æ/æ, og Ö/ö er eitt avbrigdi av Ø/ø. C/c, Q/q, W/w, X/x, Z/z eru nýttir til fremmandaorð. Umesámiskt mál. Umesámiskt er eitt sámiskt mál, ið verður tosað í Svøríki og Noregi. Einans 20 fólk tosa tað, og málið er tí doyggjandi. Elsa Funding. Elsa Funding (6. november 1942 í Funningi) er fyrsti føroyski, kvinnuligi prestur. Hon er dóttir Steingrím og Johonnu Funding f. Juul. Cand.theol. frá København Universitet 1977. Cand.phil. í norðurlendsk/føroysk mál, Fróðskaparsetur Føroyar, 1998. Prestur í Suðuroyar Norðara Prestegjald (Hvalba) 1977-84, Norðoyara Vestara Prestagjald (Klaksvík) 1985-88, Suðuroyar Sunnara Prestagjald (Vági) 1988, Norðoyar Prestagjald frá 2000-12. Útvortis ávísingar. Funding, Elsa Funding, Elsa Ynys Môn. Ynys Môn ella Anglesey (enskt: "Isle of Anglesey", kymriskt: "Ynys Môn", framborið (IPA)) er ein oyggj og sýsla í Útnyrðingswales. Høvuðsstaður á Ynys Môn er Llangefni. Landafrøði. Oyggin er skild frá meginlandinum av einum smølum sundi, ið eitur Menai Strait. Hon er bundin at meginlandinum við tveimum brúm, tí upprunaligu Menai Suspension Bridge, ið ber A5 og sum varð bygd av Thomas Telford í 1826 til vegsamband, og tí nýggjaru, tvær ferðir bygdu Britanniabrúnni, ið ber A55 og North Wales Coast Railway line. Ynys Môn-sýslan hevur fleiri aðrar oyggjar, m.a. Holy Island. Oyggjaleikir. Ynys Môn er limur í altjóða Oyggjaleikasamtakinum. Væntandi verður Ynys Môn vertur fyri oyggjaleikunum í 2025. Føroyskur dansur. Føroyskur dansur á Viðareiði, Emil Krause 1904. Føroyskur dansur stavar úr miðøld. Hetta er dansur uttan ljóðføri, ístaðin verður kvøðið. Føroyskur dansur hevur verið vanligur í stórum partri av Evropa, men nú er tað bara í Føroyum, at hann er livandi Stuttleikin við tí føroyska dansinum liggur fyri mestan partin í, at hann verður troddur til sang, kvæði, kempivísur og fólkavísur, sum verða sungnar fyri av einum ella fleiri skiparum, meðan øll taka undir í viðganginum við endan av hvørjum ørindi. Øll tey dansandi fylgja hugtikin við í søgugongdini í kvæðinum, og tá okkurt serliga yndisligt ella hugtakandi kemur fyri, sæst tað á andlitsbrøgdum og atferð teirra dansandi – tá ruðileikin í bardaganum kemur fyri, taka tey hendurnar fastliga saman, og tá sigur er vunnin, loypa tey av gleði. Sjálvur dansurin gongur fyri seg soleiðis, at fólk taka saman hendur og gera ein ring, og um fleiri koma upp í ringin, verður hann brotin og eitt innvik ringist inni í sjálvum ringinum. Er fólkatalið til tess og stovan nóg stór, ringist so aftur eitt innvik innan í tí fyrra, og so framvegis – men altíð í einum samanhangandi dansiringi, so at tann dansandi má fylgja hesum innvikunum i ringinum, og viðhvørt er í tí uttara ringinum, og løtu seinni í tí innara. Tey dansandi koma sostatt framvið hvørjum øðrum andlit til andlit og møtast tvær reisur í hvørjum umfarið. Stígingarstev (Vanligur dansur). Kvæðaløgini eru í sættaparts takt, sum verður hildin av jøvnum og einstáttaðum fótatrampi. Vanligasti dansihátturin er tað sokallaða “stígingarstevið”. og soleiðis verður hildið fram óavbrotið, við sama stevið í takt við tónleikin. Er tað ein álvarsom vísa ið verður sungin seigliga, fylgir dansurin spakuligari og sinniligari. Trokingarstev. Eitt frábrigdi av dansinum er “trokingarstev” (av at troka), har fólk sum vanligt halda saman hendur í einum óbrotnum ringi, men standa still ella fara eitt sindur aftureftir við tí vanliga stevinum meðan ørindið verður sungið, og so flyta seg frameftir við sama stevi, tá niðurlagið kemur fyri. Til henda dans verða serliga skjótar og lívligar vísur nýttar. Hetta stev er burturfallið norðanfjørðs, men í Suðuroy, serliga í teimum syðru bygdunum, havi eg ofta luttikið í hesum dansi. Í heila tikið leggja fólk har ein heilt annan dent á dansin enn norðanfjørðs, har tað oftast er tað einstáttaða stevið, ið dentur verður lagdur á. Bandadansur. Føroyskt frímerki, sum vísir bandadansin Eitt triðja slag av dansi, har skjótar og livligar vísur verða nýttar, er bandadansurin. Har standa fólk í tveimum røðum, 1 – 2 alin frá hvørjum øðrum, menn á aðrari síðuni, og kvinnur hinumegin við einum bandi ímillum sín. Meðan vísan verður sungin, stendur man í stað og trínur tað vanliga stevið, men tá niðurlagið byrjar, verða hendurnar, ið halda bondunun, lyftar upp í loft, og úr tí endanum av røðini, sum andlitini venda ímóti, boyggja fólk seg parvís undir tey lyftu bondini, til tey eru komin út aftur úr røðini, snara sær á og hevja aftur bondini yvir teimum, tey tá møta. Steðgað verður á tí plássinum har hvørt parið byrjaði, og so byrjar alt umaftur og heldur fram til vísan er endað. Hetta er ein sera lívligur, men eisini troyttandi dansur. Dansispøl. Fyri uttan sjálvan dansin eru eisini fleiri ymiskir jólaleikir, og nakrir av hesum leikum verða leiktir til sangir, ið hoyra til. Summir leikir eru serføroyskir (sum t.d. Frísavísa), aðrir eru komnir aðrastaðnis frá, t. d. at ríða ediling, sum eisini er íslendsk vikivaka: “her riðr Hoffin...”, og somuleiðis finnast í Jútlandi (samanber Lyngbye "fær, kvæder," s. 37 – 38 og 589). Svabo hevur í 5. bindi av sínum ferðafrásagnum á tí Kgl. Bókasavninum sagt frá einari rúgvu at tílíkum leikum, sum verða nýttir til samkomur í húsunum ella úti undir opnum himli. Mošovce. Mošovce er ein av teimum størstu bygdunum í tí søguliga økinum Turiek, sum nú liggur í Turčianske Teplice landslutinum í Žilina Regiónini í norður-Slovakia. Nógvir søguligir varðveittir bygningar eru í Mošovce. Tað fyrsta søguliga dokumentið, ið nevnir bygdina var frá 1233. Av fyrstan tíð var talan um tvey bústaðarøki, "Machyuch" og "Terra Moys". Áin Mošovka rennur gjøgnum bygdina. Í bygdini eru fleiri minnisvarðar og søguligir bygningar, eitt nú er ein klassisk-rokoko harragarður frá seinna helmingi av 19. øld við enskum hava. Onnur støð, sum eru vitjunarverd í bygdini eru ein neo-gotisk katólsk kirkja, ein luthersk kirkja frá 1784 og eitt mausoleum sum nú er eitt museum. Mošovce er føðibygdin hjá kenda Slovakiska skaldinum Ján Kollár. Húsið har hann varð føddur er eisini eitt stað, ið ferðafólk plaga at vitja. Fólkatalið í Mošovce er minkað tey seinastu árini og var 1380 í 2001, sum var 7,4% minni enn í 1994. 98.62% av íbúgvunum eru slovakar, 0.72% eru úr Kekkia og 0.14% eru úr Ungarn. Eintracht Frankfurt. Eintracht Frankfurt ella SGE er eitt fótbóltsfelag í Frankfurt am Main. Felagið varð stovnað 8. mars 1899. Tað er í meistaradeildini í Týsklandi, sum verður nevnd "Bundesliga". Adi Hütter er venjari hjá Eintracht Frankfurt. Hópurin. 1: Týskland Kevin Trapp 2: Frakland Evan N'Dicka 3: Eysturríki Stefan Ilsanker 6: Kroatia Kristijan Jakić 7: Avstralia Ajdin Hrustic 8: Sveis Djibril Sow 9: Niðurlond Sam Lammers 10: Serbia Filip Kostić 13: Eysturríki Martin Hinteregger 15: Japan Daichi Kamada 17: Týskland Sebastian Rode 18: Frakland Almamy Touré 19: Kolombia Rafael Santos Borré 20: Japan Makoto Hasebe 21: Týskland Ragnar Ache 22: Sambandsríki Amerika Timothy Chandler 23: Noreg Jens Petter Hauge 24: Týskland Danny da Costa 25: Týskland Christopher Lenz 27: Marokko Aymen Barkok 28: Spania Fabio Blanco 29: Danmark Jesper Lindstrøm 31: Týskland Jens Grahl 32: Týskland Amin Younes 37: Týskland Erik Durm 38: Spania Enrique Herrero 39: Portugal Gonçalo Paciência 40: Týskland Diant Ramaj 45: Slovenia Martin Pečar 47: Týskland Jan Schröder 48: Týskland Gianluca Schäfer 1894. 1894 (MDCCCXCIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. Húsavíkarbrøvini. Húsavíkarbrøvini eru savn við tilsamans 6 brøvum, ið snúgva seg um arvin eftir Guðruna Sjúrðardóttir í Húsavík. Brøvini eru at finna sum pergament (skinnbræv) í "Árnasavninum" ella savninum á Det arnamagnæanske Institut á Københavns Universitet og eru talmerkt AM fasc. 100 nr. 1a. Brøvini eru samanskrivað í eitt "transskriftarbræv" 3. juli 1407. Guðrun var dóttir Sjúrð Hjalt - hvørs navn bendir á, at hann hevur verið av hetlendskari ætt - og gift við Arnbjørn Guðleiksson, einum føroyskum stórmanni. Arnbjørn er deyður í 1403. Arnbjørn og Guðrun áttu tvey børn saman, sonin Sjúrð og eina dóttur, og tá Arnbjørn doyði, arvaði sonurin ognir faðirsins, men doyr stutt eftir. Síðani arvaði dóttir Arbjarnar og Guðrunar bróður sín, men eisini hon doyr stutt seinni, og Guðrun lyftir arvin eftir mann og børn síni einsamøll. Í 1405 doyr Guðrun eisini, og hon er eftir øllum at døma tann seinasta av ættini. Húsavíkarbrøvini eru stórt sæð royndir at fáa skil á ognarviðurskiftini til hesar eftir tátíðarinnar máti sera stóru ognir. (Q G er stytting fyri Qvedju Guðs). 1) Dómin yvir Magnus Erlingsson (Tórshavn 22. august 1403). 2) Vitnisburðin hjá Ingrið Oyvindardóttir (Viðareiði 7. september 1403). Ingrið hevur eftir øllum at døma tænt hjá Guðruni Sjúrðardóttir. 3) Vitnisburðin hjá Arnóru Arnbjarnardóttir (Húsar 7. oktober 1403). Vitnisburðurin hjá Arnóru stuðlar frágreiðingini hjá Ingrið Oyvindardóttir av Viðareiði. 4) Vitnisburðin hjá presti og tveimum løgrættumonnum í Sandoy um, at Guðrun var arvingi til góðsið í Húsavík, eftir at maður hennara og síðani sonur hennara eru deyðir (Viðareiði 22. mars 1404). 5) Játtan hjá Ragnhild Hávarðsdóttir fyri Trónda Dagfinssyni um, at Magnus Erlingsson, sonur hennara, hevur fingið umboð um ogn og leysafæ eftir Guðruna í Húsavík (Hetland 13. oktober 1405). 6) Vitnisburðin hjá presti, løgmanni og løgrættumanni í Hetlandi um, at "Ragnhild sjálv ræður fyri sínum ognum í Hetlandi". Hans Jacob Debes er av teirri fatan, at Guðrun Sjúrðardóttir ikki er tann sama sum tann kenda "hústrúgvin" (ella "húsfrúgvin") "í Húsavík", ið kend er úr søgnunum. Hústrúgvin í Húsavík eitur sambært søgnini Sissal ella Cecilia, og er gift við Nevi, meðan tað er próvfast, at hjúnini í Húsavík eita Guðrun og Arnbjørn. Ein frásøgn vil vera við, at maður nevndur Nevur verður sendur av kongi úr Noregi at byggja Húsavíkar bygd uppaftur, og giftist hann við húsfrúnni. Ivasamt er, hvussu tað bar til, at øll ættin í Húsavík doyr út eftir lutfalsliga stuttari tíð. Ein sannlíkur møguleiki er, at tey vórðu rakt av Svartadeyða ella av aðrari farsótt. Karlstad. Karlstad er staðir i Karlstads kommuna, Värmlands län í Värmland í Svøríki. Karlstad liggur við norðaru strondina á vatninum Vänern og hevur umleið 81 768 íbúgvar (2010) og er Svøríkis 17. størsti býur. Søgukvæði. "The details in historical ballads are usually incorrect as to fact because of faulty memory or partisan alterations, but they are valuable in reflecting folk attitudes toward the events they imperfectly report". TSB skrásetingin hevur hendan bólkin við sum bólk C. Í TSB eru skrásett fýra føroysk kvæði av hesum slagi, men verða trý teirra roknað sum tættir av "Margretu kvæði" - nevniliga "Margretu kvæði" (TSB C 6), "Frúgvin Margreta" (TSB C 22) og "Eyðuns ríma" (TSB C 23). Hartil verður "Frú Dagmoy" (TSB C) eisini roknað sum sannsøguligt kvæði í TSB. V. U. Hammershaimb ger í "Færøsk Anthologi I" (1891, bls. 120) vart við, at "Margreta Dagmoy" og "Margreta Eiriksdóttir", ið "Margretu kvæði" snýr seg um, eru komnar í bland á Sandoynni, har "Margretu kvæði" verður kvøðið sum trítáttað við "Drotningin av Rúnsborg" sum fyrsta tátti. Sjálv hendingagongdin í Margretu kvæði snýr seg um søguliga persónin Margretu Eiriksdóttir (1283-1290), ið sambært søguni sjólætst á veg at verða gift við skotska trúnarvinganum. Kvæðið vil vera við, at hon varð burturflutt til Týsklands, fyri síðani at venda aftur til Bergen í 1300 at krevja trúnuna eftir faðir sín, Eirik Magnusson (1268-1299). Faðirbróður hennara, Hákun Magnusson (1270-1319) annaðhvørt trýr henni ikki, ella vil ikki lata trúnuna frá sær, og letur hana brenna á báli. Fridtjof Joensen. Fridtjof Joensen (føddur 1920 í Mikladali, deyður 1988) var ein føroyskur myndahøggari. Ávísingar úteftir. Joensen, Fridtjof Johan Karlsen. Johan Karlsen (føddur 1913 á Skála sum Jógvan Karlsen, doyði 1987 í Noregi, eisini nevndur John Karlsen og Jógvan á Fløtt) var ein føroyskur hermaður. Hann var fiskimaður og hvalafangari, men undir seinna heimsbardaga var hann hermaður í fallskýggjakompagnínum í Stóra Bretlandi. Hann var sergentur í Stórabretlandi og í Noregi 1941 - ?. Eftir kríggið búsettist hann í Noregi, har hann fekk trý børn: Liv Friis Skogstad, Terje Karlsen og Unni Friis Skogstad. Unni Friis Skogstad. Unni Friis Skogstad (25. mai 1955 - 27. desember 2017) var ein vinnulívskvinna, verkstjóri, í Noregi. Ættað av Skála, dóttir Johan Karlsen, kona Eystein Eggen. Hon er fyrrverandi innkeypsstjóri í Michelin, og skrivstovuleiðari í Telenor. 2001-2017 var hon HMS- og kvalitetsleiðari á Institutt for Energiteknikk (ife) á Kjeller. 2003–2004 var hon skrivari í Arbeidarpartiet. Eystein Eggen. Eystein Eggen (føddur 1944, deyður 19. november 2010) er norskur rithøvundur, útbúgvin málfrøðingur og søgufrøðingur. Í 1993 gav hann út "Gutten fra Gimle", í 1994 "Agnar Mykle - en dikterskjebne", og í 1996 skaldsøguna "Generalen", ið er um lagnuna, ið Carl Gustav Fleischer, generalmajorur, fekk undir seinna heimsbardaga, og árið eftir var tað, at hann kom við bókini "Hov". Kærleikssøgan "Hov" fer fram í tíðarskeiðnum 1272 til 1328. Hon er lutað upp í trý skeið. Tað fyrsta fer fram frá 1272 til 1293, hitt næsta frá 1293 til 1302 og hitt triðja og seinasta frá 1303 til 1328. Í einum parti av søgugongdini eru hendingar tiknar við, sum um hetta mundið fara fram í Føroyum. Kona Eystein Eggen er føroysk, ættað av Skála, eitur Unni Friis Skogstad, gentunavnið var Unni Karlsen, dóttir Jógvan Karlsen (Johan Karlsen). Keldur. "Kærleikssøga við einum vefti av Føroyum", Dimmalætting 12. august 2003. LSD. LSD, ið er ein stytting fyri LysergSýra Diethylamid, er eitt hallusinogent rúsevni. Viðhvørt verður LSD eisini nevnt við slangorðinum "sýra" ella "tripp". LSD varð í 1950-árunum nýtt í samrøðuviðgerð av sálarsjúklingum, av tí at man metti tað at vera ein snarveg til at fáa sjúklingin at opna upp fyri tað undirbevísta. LSD er eitt tað sterkasta psykoaktiva evnið, vit kenna. Ein vanlig dosa er millum 100 og 500 mikrogram. Hetta svarar til umleið 1/10 av vektini á einum sandkorni. Tað verður vanliga selt sum frímerki á ólógliga marknaðinum. Hetta eru smá pappírspetti, har ein dropi av LSD er dryppaður á, svarandi til eina dosu. Frímerkini eru ofta prýdd við ymiskum litríkum myndum. Ushuaia, Argentina. Ushuaia er tann syðsti býurin i heiminum. Landslagið minnir sera nógv um Føroyar. Ushuaia liggur í landspartinum Tierra del Fuego, sunnast í Súðurargentina. Hann er høvuðsbýurin í landspartinum. Í 2010 búðu næstan 57 túsund fólk har í býnum. Mold. Mold var ein føroyskur rokkbólkur, ið varð stovnaður í 1992. Bye Bye Bluebird. Bye Bye Bluebird er ein føroyskur filmur eftir Katrini Ottarsdóttur úr 1999. Høvuðsleikarar í filminum eru Sigri M. Gaïni, Hildigunn Eyðfinnsdóttir og Johan Dalsgaard. Filmurin er framleiddur í Føroyum. Filmurin er ein "roadmovie", ið fylgir tær báðar Rannvá og Barbara, tá tær venda heim til Føroyar, eftir at hava búð uttanlands í fleiri ár. Bye Bye Bluebird vann fimm heiðurslønir, m.a. Prize of the Ecumenical Jury – Special Mention á Mannheim - Heidelberg International Filmfestival og Audience Award á Rotterdam International Film Festival. Einasti útbúni føroyski filmsleikstjórin tá – Katrin Ottarsdóttir var klár við Bye Bye Bluebird í 1999. Bye Bye Bluebird er seinasti heili spælifilmur, ið er framleiddur í Føroyum. Søgugongd. Tær báðar ungu vinkonurnar, Rannvá (Hildigunn Eyðfinsdóttir) og Barba (Sigri Mitra Gaïni), venda aftur til Føroya eftir fleiri ár í útlondum. Óðin. Óðin (Norrønt: Óðinn) er mætasti gudurin í norrønu gudalæruni og forngermanskari gudafrøði, har hann verður nevndur Wotan. Óðin er gudur vísdómsins, krígsins og stríðsins, gandsins, sigursins og skaldskaparins. Hann er alfaðir og kongur alra ása. Hann er einoygdur eftir at hava latið annað eyga sítt í veð fyri at drekka úr Mimirs brunni, haðani hann hevur fingið sín vísdóm. Ravnar Óðins, Hugin og Munin ("Hugurin" og "Minnið"), flúgva um allan heimin og boða Óðini frá tí, ið fyriferst í heiminum. Kona Óðins eitur Frigg, men hann eigur eisini børn við Jørðini og nøkrum jatnadøtrum. Mætastur av synum Óðins er Tórur, sum vinnur á øllum livandi. Aðrir synir Óðins eru Baldur, Høður, Váli, Víðar og kanska Heimdallur, Týr og Bragi. Óðin eigur hestin Sleipnir, sum hevur átta bein. Uppruni. Fornnorrøna gudanavnið "Óðinn" og tess skyldorð fornenskt "Wóden", fornsaksiskt "Wōden", fornhátýskt "Wuotan" og Langobardiskt "Godan" ella "Guodan", stava øll frá tí endurskapta protogermanska gudanavninum "*wōđanaz". Kallkynsnavnorðið "*wōđanaz" rann úr protogermanska lýsingarorðinum "*wōđaz" ið er skylt við latínskt "vātēs" of fornírskt "fáith", ið bæði merkja ‘spámaður, profetur’. Lýsingarorð, ið stava frá "*wōđaz", umfata m.o. gotiskt "woþs" 'besettur', fornnorrønt "óðr" ‘óður’, og fornenskt "wód" 'óður'. Lýsingarorðið *wōđaz (ella *wōđō) er vorðið til onnur navnorð t.d. fornnorrønt "óðr" ið merkir viti’, ‘sál’, ‘orka’ ella ‘lívskraft’. Navnið "Óðinn" er samansett av tveimum liðum "óð" og "-inn", har seinni liður í hesum føri merkir ‘harri’. Sostatt merkir navnið ‘Harrin yvir lívskraftini’. Uml. 200 onnur nøvn ella eyknevni eru fyri Óðini ið lýsa hansara útsjónd og eginleikar, t.d. "Alfǫðr" (Alføður), "Blindi", "Bragi" (Høvdingi) "Bölverkur" (Illgerðarmaður), "Forni", "Grímnir" (Grímuklæddi), "Hárbarðr" (Gráskeggi), "Herfǫðr" (Herfaðir), "Hildolfr" (Krígsálvur), "Loðungr" (Rísni kappi), "Síðhöttur" (Síðhattur), "Síðskeggr" (Síðskeggi), "Valfǫðr" (Vígvallarfaðir) og "Vegtamr" (Vegkendi). Í fyri-kristnu tíðini varð Óðin dyrkaður í øllum tí germanska økinum í núverandi Týsklandi, Hollandi og Onglandi. Ætlandi spjaddist dyrkanin av Óðini norðureftir frá Rhínøkinum í 1. øld e.kr. og hevur nátt Skandinavia í 5'tu øld e.Kr. Her hevur ásatrúgvin avloyst eina eldri fruktbærisdyrkan. Óðin framstendur sum ein krígsgudur í suðurgermanskum keldum frá 5'tu til 8. øld e.Kr. Óðin eigur hestin Sleipnir, sum hevur átta bein. Føroysku orðini óður, øði, ódn og (á suðuroyarmáli) ónsdagur, stava frá navninum Óðin. Rúsevni. Vín er eitt vanligt alkoholiskt rúsevni. Eitt rúsevni er eitt evni, ið kann verða brúkt til heilivág, til at fáa ein rús, til at skerpa evni mans, til at orka meira ella til annað endamál, tá eitt menniskja ella djór tekur ella fær hesi evni innvortis ella á annan hátt. Rúsevni virkar á heilan og gevur ein rús í stóran ella lítlan mun. Flestu rúsevni eru ring fyri heilsuna, tó eru summi verri enn onnur og summi hava eisini víst seg at hava nakrar góðar eginleikar í smáum nøgdum og brúkt á rættan hátt, eitt nú til at linna ella lekja sjúkueyðkenni. Men sum heild verða rúsevni mett at vera skaðilig, serliga tá ið tey verða misnýtt. Rúsevni eru ymisk evni, summi lóglig og onnur ólóglig. Til dømis eru tubbak og kaffi lóglig, og kaffi er vanligasta evnið, ið kemur undir rúsevni. Rúsdrekka er lógligt í nógvum londum, men verður í summum londum ikki selt frítt men í serligum handlum, sum t.d. í Føroyum og Svøríki. Heilivágur kemur eisini undir rúsevni. Summi sløg fáast í handkeyp, meðan onnur bert fáast við læknaávísing. Narkotika er felagsheiti fyri ymsum sløgum av rúsevnum, og er í høvuðsheitum bannað í flestum londum. Flest rúsevni verða vanliga sædd sum "rúseitur", og eru ólóglig í flestum londum. Nevnast kunnu nøkur av hesum evnum: lsd, heroin, kokain og ekstasi. Um ein tekur amfetamin, verður ein í góðum lag, ovfarakátur og heldur seg megna alt. Samtíðis verður ein friðleysur, sjávsøkin og mælskur. Amfetamin køvir ávaringartekin kropsins, til dømis pínu og møði. Kroppurin er tískil ikki førur fyri at boða frá, hóast hann er útlúgvaður, og ein kann tí smella av møði. Nógv verður gjørt t.d. á skúlum at upplýsa um rúsevni. Besta fyribyrging er vitan um skaðiligu evnini í narkotika, alkoholi og tubbakki. Tórur. Tórur hevur hamaran sín á hesi gomlu íslendsku mynd. Tórur, ið rópast eisini Ása-Tórur ella Øku-Tórur, er tann sterkasti ásagudurin í norrønu gudalæruni. Hann er sonur Óðins og Jarðarinar. Kona hansara eitur Siv og børnini hjá honum eru Magni, Móði og Trúður. Hann eigur hamaran Mjølnir og við honum berjist hann mót tussum og risum. Kerran sum hann ekur í verður drivin av tveimum geitarbukkum. Við ragnarøk man Tórur berjast við Miðgarðsorm og teir verða hvørjum øðrum at bana. Tórur umtalast í mongum av Eddukvæðunum, t.d. í "Hárbarðsljóðum" har hann reypar av avrikum sínum. Tórshavn, Hósvík og tórsdagur eru nevnd eftir Tóri. Javni. Javni er landsfelag fyri fólk við menningartarni og teirra avvarðandi. Endamál felagsins er í einum og øllum at stuðla menningartarnaðum og teirra avvarðandi og fremja áhugamál teirra, so tey kunnu liva á sama støði sum onnur fólk í Føroyum. Søga. Felagið Javni var stovnað 14. mai 1971. Endamál felagsins er at virka fyri at bøta um korini hjá fólki við menningartarni á øllum økjum, eitt nú viðvíkjandi bústaðamøguleikum, skúla, barnaansing, korunum hjá eldri og so framvegis. Javni hevur skrivstovu í Havn, á Hoydalsvegi 40, 3. hædd, tlf. 314827. Javni hevur eina fimmmannanevnd og tveir tiltakslimir. Á skrivstovu felagsins er ein dagligur leiðari í fulltíðarstarvi og eitt skrivstovufólk parttíð. Samstarv. Javni samstarvar við onnur líknandi feløg bæði innanlands og uttanlands. Innanlands er Javni eitt av limafeløgnum í MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum. Uttanlands er Javni limur í bæði evropeiska felagnum fyri menningartarnað, Inclusion Europe, og í altjóða felagnum fyri menningartarnað, Inclusion International. Norðurlendsku systurfeløgini hjá Javna hava eisini eitt tætt samstarv, NSR, Norðurlendska samstarvsráðið, og har er Javni virkin limur. MBF. MBF er stytting fyri Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum. Felagið varð stovnað 24. oktober 1981. Endamál felagsins var MBF flutti í 1994 í egin hús við Íslandsvegin í Havn. MBF hevur nú (jan. 2010) 24 limafeløg. Hesi umboða ymisk brek og sjúklingabólkar. MBF er óheft partapolitiskt og átrúnaðarliga. MBF hevur til endamáls at bøta um støðuna og livikorini í samfelagnum hjá teimum, ið bera brek. Formenn/kvinnur. a> var forkvinna í MBF í 8 ár Hydrogen. Hydrogen (latín "hydrogenium", úr grikskum ὑδρο- "hydōr-" "vatn", og -γενής, "-genēs", "framleiðari", upprunaliga "upphav"; symbol H), er eitt frumevni, ið hevur atomnummar 1 í skeiðbundnu skipanini. Á føroyskum verður evnið eisini nevnt "vetni" av upprunaheitinum, sum meira neyvt kundi verið umsett "vatnupphav". Latínska heitið kemur av, at hydrogen er annað av teimum báðum frumevnunum í vatni. Almenna danska heitið er hydrogen, men heitið "brint" verður eisini brúkt. Hetta seinna navnið kemur av, at hydrogen brennir væl. Hydrogen er gass við atmosferiskt trýst og vanligan hita. Frítt hydrogen finst sum hydrogenmýl. Hydrogen er sera eldfimt; saman við oxygeni gevur tað vatn. Loki. Loki hevur netið sítt á hesi gomlu íslendsku mynd. Loki ella Lokki er ein av ásagudunum í norrønu gudalæruni. Loki er av jatnaætt, men sum vinur Óðins búsettur í Ásgarði. "Gylvaginning" sigur um hann: "Loki er fríður og fagur í útsjónd, illur av lyndi og skiftandi í atferð. Hann var snildari enn fólk flest og svikaligur í øllum lutum. Hann voldi ofta ásum stórar vandar, og ofta loysti hann teir við sviki." Børnini hjá Loka eru Miðgarðsormur, Hel, Fenrisúlvur, Narvi og Sleipnir. Kona hansara eitur Sigyn. Loki orsakaði deyða Baldurs og eftir tað bundu æsirnir hann. Hann man losna við ragnarøk, har hann berjist saman við jatnum ímóti æsum. Hann berjist við Heimdall; teir verða hvørjum øðrum at bana. Víkingar hava ikki dyrkað Loka. Heldur hevur hann verið ímyndin av menniskjasligum eginleikum, sum víkingarnir hava kent aftur í sær sjálvum. Loki umtalast í einum føroyskum kvæði, "Lokka tátti", har hann hjálpir fólki móti einum risa. Kveiki. Ein kveiki ella eitt ensym er eitt protein, sum økir um ferðina á eini ávísari evnafrøðiligari reaktión - ein lívfrøðiligur katalysatorur. Kveikin skundar undir reaktiónina millum reaktant (substrat) og produkt, men verður tó ikki sjálvur broyttur í reaktiónini. Fyrr varð hildið, at allir lívfrøðiligir katalysatorar vóru proteinir, men í 1980-árunum varð uppdagað, at nøkur RNA-mýl kunnu verða munadyggir katalysatorar, og tey verða nú nevnd ribozymir. Vanligt verða kveikar nevndir við endingini "-ase". Tó hava nakrir av teimum fyrstu kveikunum, ið funnir vóru, gomul heiti, og enda sostatt ikki við "-ase". Tað eru eisini undirbólkar undir høvuðsbólkunum. Protein. a>. Tað fyrsta proteinið vit kendu fullkomna bygnaðin á. Proteinir ella eggjahvítaevni eru stór lívrunnin mýl samansett av 22 ymiskum aminosýrum í einari linjurættari røð, samanbundnar við peptidbindingum. Tey flestu proteinini eru kveikar. Proteinir eru ein grundleggjandi partur av øllum livandi verum. Vit fáa proteinir inn við kostinum og tey verða niðurbrotin til tær einstaku aminosýrurnar í maganum. Síðani byggir kroppurin nýggj proteinir frá aminosýrunum. Uppskriftin til tey ymisku proteinini er goymd í arvfrøðiligu leiðbeiningini (DNA). Helium. Helium er eitt frumevni, ið hoyrir til bólkin óvirkin gass. Tað hevur fingið heiti eftir grikska sólgudinum Helios. Aftaná hydrogen er helium tað mest vanliga frumevnið í alheiminum. Inclusion Europe. Inclusion Europe er evropeiska samtakið av feløgum fyri menningartarnað. Felagið Javni er limur í Inclusion Europe. Heimasíða felagsins er Sørvágs Ítróttarfelag. Sørvágs Ítróttarfelag ella SÍ er eitt ítróttarfelag úr Sørvági, sum var stovnað tann 17. mars 1905. Felagið er virkið innan flogbólt og fyrr eisini innan fótbólt, nú tó við felagnum 07 Vestur. Aðrar ítróttargreinar sum svimjing og hondbóltur hava eisini verið íðkaðar í Sørvági í Sørvágs Ítróttarfelag. Í fyrstani æt felagið Sørvágs Bóltfelag, men navnið passaði ikki longur, tá svimjingin eisini gjørdist partur av felagnum. SÍ var føroyameistari í fótbólti í 1947. Árini 1998 - 2003 var SÍ partur av FS Vágar, eftir tað endaði felagið í 4. deild, vann deildina og rykti upp í 3. deild. Í 2007 var fótbóltsfelagið 07 Vestur stovnað. Tað vóru FS Vágar og SÍ sum løgdu saman og gjørdist til nýggja felagið 07 Vestur. SÍ er tó enn virkið innan flogbóltin. SÍ hevur lið í bestu deildunum hjá monnum og kvinnum í 2010/11. Frankfurt am Main. Frankfurt am Main er stórbýur i Týsklandi. Býurin er fimtstørsti býur í landinum og størsti býur í Hessen. Flogvøllurin í Frankfurt am Main í Týsklandi er tann fjórðstørsti í Evropa. Hiðan er millum annað gott samband við flogvøllir í USA og Ásia. Søga. Fyrstu ferð, Frankfurt verður nevndur í skrivligum keldum, er tað í miðøldini. Býurin verður umrøddur sum "Franconofurd" í einum skjali frá árinum 794. Í 1220 fekk Frankfurt framíhjárættindi sum frælsur býur í Heilaga rómverska ríkinum. Frá 1810 til 1813 var býurin høvuðsstaður í stórhertugadøminum Frankfurt. Í oktober 1866 verður Frankfurt limaður inn í Prusslandi. Undir Seinna heimsbardaga vórðu stórir partar av býnum oyðilagdir. Alkan. Ein alkan er eitt lívrunnið mýl og er samansett av eini røð av karbonatomum bundin saman við einkultbindingum har allar "leysar" elektronir eru bundnar til hydrogen. Bruttofrymilin fyri eina alkan verður sostatt: CnH2n+2 Alkanir eru alifatiskar og verða nevndar við endingini "-an". Alkanir eru mettaðar, t.v.s. at tað er ongin dupultbinding í teimum. Alken. Ein alken er ein alkan við einari ella fleiri dupultbindingum. Bruttofrymilin fyri eina alken verður sostatt: CnH2n (er bert galdandi fyri alkenir við einari dupultbinding). Alkenir verða nevndar við endingini "-en" og plássið har dupultbindingin situr verður ásett við einum talið. Alkenir eru ómettaðar, tí at tær hava dupultbinding/ar í sær. Hava tær bert eina dupultbinding, eru tær einkultómettaðar og hava tær fleiri dupultbindingar, eru tær fleirómettaðar. Moirae. Moirae er ein rokkbólkur, sum vann fyrstu Prix Føroyar-kappingina, í 1995. "voc acc-guit" Terji T. Rasmussen, "voc keyb" Kim Hansen, "voc perc" Kaj Johannesen, "guit" Hjalti Joensen, "bass" Mikkjal Joensen. Annika Hoydal. Annika Hoydal (fødd 19. november 1945) er ein sjónleikari, songkvinna og tónasmiður úr Havn. Hon er limur í bólkinum Harkaliðið. Hon er búsitandi í Danmark har hon m.a. hevur virkað sum sjónleikari á palli, í filmi, sjónvarpi og útvarpi. Lívsleið. Annika er fødd í Havn, hon er dóttir føroyska rithøvundan og politikaran Karsten Hoydal og donsku Marie Louise Hoydal, fødd Falk-Rønne. Hon hevur tríggjar brøður: Gunnar, Kjartan og Egil. Hon er uppvaksin í Føroyum og í Ekvador í Suðuramerika, har familjan búði í nøkur ár. Seinni hevur hon eisini búð í Spania og Skotlandi. Í 1973 var hon útbúgvin sum sjónleikari á Statens Teaterskole, men hennara royndir sum sjónleikari byrjaði longu í 1960-árunum við studentakabaret í Hoydølum, og í 1968 spældi hon við í í ”Færinger frænder” á Fiolteatret í Keypmannahavn. Hon hevur búð í Keypmannahavn í nógv ár og er kend í øllum Norðanlondum og í Týsklandi sum sjónleikarinna. Hon hevur eisini verið sera virkin sum songkvinna. Í 1973 útgav hon plátuna "Til børn og vaksin" við barnasangum, sum Hans Andrias Djurhuus hevur yrkt. Henda útgávan var útgivin sum CD í 1998. Annika luttók í Dansk Melodi Grand Prix 1979 við sanginum "Aldan", sum hon sjálv hevði gjørt lag til, og sum bróðir hennara Gunnar Hoydal hevur yrkt. Sangurin gjørdist nummar fýra. Í 1966 sang hon á fyrsta sinni við "Harkaliðnum" í Føroyum. Tey gjørdust sera vælumtókt og eru enn virkin av og á, tó við broyttari manning: Annika Hoydal, Jógvan Dahl, Eyðun Mohr Hansen og Kaj Johannesen. Politikarin Høgni Hoydal er bróðursonur Anniku. Harkaliðið. Annika Hoydal, Jógvan Telling Joensen, Kári Mouritsen, Jógvan Dahl, umframt Jaspur Petersen (bert á fyrstu útgávuni) Harkaliðið. Harkaliðið er ein føroyskur fólkatónleikabólkur. Bólkurin hevur m.a. endurnýggjað føroysk kvæðir og harvið gjørt tey meira kend millum fólk sum annars ikki hava havt áhuga í kvæðunum. Í fyrstuni vóru limirnir í bólkinum hesir: Annika Hoydal, Jógvan Telling Joensen, Kári Mouritsen, Jógvan Dahl, umframt Jaspur Petersen (bert á fyrstu útgávuni). Spældu á saltsilokonsertini á Drelnesi í mai 2010. Harkaliðið spældi á stuðulskonsertini, sum var í Saltsiloini á Drelnesi 15. mai 2010. Tey vóru sera væl móttikin, fólk sungu við til kendu sangirnar. Tey sum vóru við í Harkaliðnum á Saltsilokonsertini vóru: Annika Hoydal, Jógvan Dahl, Kaj Johannesen og Eyðun Mohr Hansen. Phenol. Heitið phenol verður bæði nýtt um eitt ávíst evni og um ein bólk av evnum. Bólkurin phenol eru lívrunnin evni, ið hava ein benzenring við einum hydroxy-bólki (-OH) festum at sær. Evnið phenol er ein phenol uttan síðubólkar á benzenringinum, altso tað einfaldasta phenolið. Phenolir verða nevnd við endingini "-phenol". Phenolir hava høg kókipunkt, tí at tey eins og vatn kunnu gera hydrogenbindingar. Mark No Limits. Mark No Limits var ein popp- og rokkbólkur úr Tórshavn. Turkaland. Lýðveldið Turkaland (Turkiskt: "Türkiye Cumhuriyeti") er bæði í Evropa og Asia, og smalt sund er ímillum evropeiska og asiatiska partin. Turkaland hevur mark við Svartahav í norðri, Bulgaria og Grikkaland í vestri, Sýria og Irak í suðri, og við Iran, Armenia, Aserbadjan og Georgia í eystri. Í meiri enn 600 ár var Turkaland partur av máttmikla Osmannaríkinum. Nú er Turkaland lýðveldi, har bæði islamskir og kristnir siðir hava djúpar røtur. Turkaland hevur uml. 71,8 mió. fólk (juli 2008). Yvir 11,3 mió býr í Istanbul. Istanbul er størsti býur í Turkaland. Høvuðsstaður er Ankara við 3,9 mió. íbúgvum. Til samans er Turkaland 783 túsund ferkilometrar til støddar. Mong ferðafólk koma til Turkalands. BTÚ fyri hvønn íbúgva í landinum er $ 12,900 (sbrt.). Tjóðardagur er 29. oktober. Søga. Fyrri heimsbardagi gjørdi enda á Osmannaríkinum. Arábisku landslutirnir fingu sjálvræði, og ríkið misti øll landøki síni í Evropa uttan Konstantinopel, og í 1923 legði seinasti osmanniski sultánurin, Mohammed 6., frá sær. Í oktober sama ár varð landið lýst lýðveldi, og Mustafa Kemal (19. mai 1881 – 10. november 1938) varð valdur forseti. Hann var heryvirmaður og hevði verið uppi í at stovna eina tjóðskaparfylking seinast í heimsbardaganum. Mustafa varð afturvaldur í 1927, 1931 og 1935; hann varð nevndur "Atatúrk", sum merkir "faðir turkanna", og hesi árini setti hann stórar nýskipanir í verk og nútíðargjørdi landið. Ímillum nýskipaninar varð nýggj stýrisskipan, nýggj sivil rættarskipan, valrættur til konufólk, latínska stavraðið varð tikið í nýtslu, og fleirkonuhjúnalag varð bannað. Eisini eggjaði hann landsmonnum at ganga í evropeiskum klæðum og skipaði fyri einari fýra-ára búskaparætlan. Kemal Atatúrk doyði í 1938. Í 2007 var val í Turkalandi, og samstundis harðnaði andstøðan millum kurdar og turkisku stjørnuna, ið hevur ført við sær eina øking av bæði yvirgangi og av turkiskari nationalismu. Evropasamveldið. Í 2004 byrjaðu samráðingar um ES-limaskap. Tað eru 32 samráðingarøki, ið skulu góðkennast. Samráðingar um seks av hesum økjum eru byrjaðar. Bert eitt av hesum økjum er í dag góðkent, tað er "tøkni og vísindi". At byrja við gekk tað væl við kjakinum um ES-limaskap, serliga tí Turkaland hevði eina sterka alliansu við Bretland, sum við Tony Blair á odda hevði formanskapin í ES. Í dag er tað Nicolas Sarkozy, sum situr við formansskapinum í ES, og Fraklandi er einamest móti turkiskum limaskapi. Forsætisráðharrin í Bretlandi Gordon Brown, er heldur ikki so heitur fyri turkiskum limaskapi. Turkiska nationalisman er einamest við til at seta fóti fyri øllum samráðingunum um turkiska limaskapin í ES. Eitt stórt problem í mun til hetta er, at turkiski herurin er alt ov sterkur. At turkar enn forfylgja minnilutum, so sum kurdum, kristnum og sínum egnu atfinnarum, við lógini móti at tosa niðursetandi um alt, sum er turkiskt. Enn vil Turkaland ikki viðurkenna Kýpros og vil ikki loyva skipum úr Kýpros at leggja at í turkiskum havnum, bert við hesi avgerð brýtur Turkaland við 8 økir, ið skulu góðkennast av ES. a> á strondini í Vesturturkalandi er gitin fyri stóra uttanduraleikpallin, sum varð bygdur í 1. øld e. Kr. - har eru 24 000 sessir. Mentan. Marknaðir ella basarar eru vanligir í mongum turkiskum býum. Turkaland er gitið fyri listhandverk sítt, helst vøkru teppini, lutir úr leiri, leðurvørur og smíðaðar lutir úr kopari. Teppini verða knýtt av silkitráði og bummullartráði og hava vøkur mátað mynstur ella blómumynstur, ið ofta eru úr heimstaði vevarans. Siður er, at fólk hittast á uttandurakaféum, helst mannfólkini. Teir koma hagar at drekka te ella turkiskt kaffi, roykja pípu og práta. Ofta spæla teir kort ella damma. Bara mannfólk roykja vatnpípu. Roykurin verður sogin ígjøgnum langa slangu. Sterkt, svart kaffi er væl umtóktur drykkur í Turkalandi. Landfrøði. Landafrøðisliga liggur bara 3 prosent av Turkalandi í Evropa. Restin liggur í Asia. Landslagið er fjølbroytt, og veðurlagið er skiftandi, nógvastaðni fruktar væl, og landið er sjálvbjargið við mati. Ferðavinna. Fleiri milliónir ferðafólk koma til Turkalands á hvørjum ári at njóta góða veðrið, at vera á sandstrondunum og at síggja fornminni. Ferðavinnan er ein av høvuðsvinnuvegunum í Turkalandi. Landbúnaður. Annaðhvørt fólk í Turkalandi arbeiðir í landbúnaðinum. Bøndurnir dyrka m.a. hveiti, bummull, tubbak, sukurrøtur og frukt. Fram við Svartahavi dyrka teir nógv te, tað er væl dámdur drykkur í Turkalandi. Konufólk gera mesta landbúnaðararbeiði. Nógv og góð búnaðarjørð er í Turkalandi, og landið dyrkar nóg mikið til egna nýtslu og til útflutnings. Fólkið. Meginparturin av fólkinum er muslimar, ið tala turkiskt; men eingin ríkisátrúnaður er í landinum. Miðallívsævin í landinum er 75.73 ár. Fenerbahçe. Fenerbahçe Spor Kulübü ella FB er eitt ítróttarfelag og fótbóltsfelag úr Istanbul í Turkalandi. Felagið varð stovnað í 1907 og er tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í Turkalandi við 18 turkiskum meistaraheitum. Felagið hevur eisini luttikið í evropeiskum fótbólti og hevur í hesum sambandi spælt móti føroyska B36 í Champions League undankappingini í 2006-07. Fenerbahçe vann báðir dystirnir móti B36 og kom víðari, men taptu í 3. rundu móti Dinamo Kiev. Í UEFA Champions League 2007-08 komu teir víðari og komu til kvartfinaluna, sum teir spældu móti enska felagnum Chelsea FC, teir vunnu heimadystin 2-1, men taptu á útivølli 2-0. Stadion hjá teimum, Fenerbahçe Şükrü Saracoğlu Stadyumu, liggur í býarpartinum Kadıköy, sum liggur í asiatiska partinum av Istanbul og er tað mest nýmótans fótbóltsstadion'ið í Turkalandi. Tvey onnur feløg, ið kappast móti Fenerbahçe eru Beşiktaş og Galatasaray. Enekk. Kári Sverrisson er forsangari í Enekk. Enekk er fólkatónleikabólkur. "voc guit" Kári Sverrisson (áður Lamhauge), "keyb harm voc" Óli Olsen (1993-), "bass perc" Agnar Lamhauge (1991-97), "harm" Eyðun Lamhauge (1997), "guit" Justin Philbrow (1997), "el/acc-bass" Mikael Blak (2004), "drums" perc Rógvi á Rógvu (2004), "el-guit" Heðin Ziska Davidsen (2004). Teirra serliga blandingur av fólkatónleiki og jazz hevur skapt eitt forkunnugt ljóð í føroyska tónleikaheiminum, nevnliga teirra egna. 200 (rokkbólkur). 200 (Tveyhundrað) er ein føroyskur rokk- og punkbólkur. Navnið kemur av tí, at limirnir í bólkinum eru 200 % fyri loysing. Bólkurin varð stovnaður í 1996, tá ein samlingsfløga "Rock í Føroyum 2" av ymiskum tónleiki í Føroyum skuldi innspælast. Limirnir í bólkinum eru; sang og gittar Niels Arge Galán, bass Mikael Blak, sum eisini spælur í norðurlendska bólkinum Yggdrasil, og trummur Uni Árting. Áðrenn spældu teir allir í einum øðrum bólki sum æt "Mold". Men tá bólkurin "Mold" varð upploystur, valdu Niels Arge Galán, Mikael Blak og Uni Árting at satsa uppá bólkin "200". Sangirnir hjá 200 eru allir á føroyskum og eru merktir av skemti og sjálvsironi. Sangurin "Muscleman Blað", sum var ovast á føroyska hittlistanum í fleiri vikur, snúði seg um homoseksuelitet, og her talaði bólkurin at ágangi ímóti teimum samkyndu. Bólkurin kom fram á almenna pallin í 2001 í kappingini "Prix Føroyar" og gjørdist kendur bæði í Føroyum og Íslandi eftir hetta. Á ólavsøku 2005 hevði Norðurlandahúsið, í teirra ólavsøkuframsýning, eitt 2,9 metur høgt roterandi papmaché listaverk, sum var ein fokk jú fingur, og 200 brúkti hetta listaverk sum dekoratión á teirra palli á konsertum.. Fløgan "Vendetta" varð av allscandinavian.com kosin "Besta fløguútgáva í Skandinavia 2012". Konspiratión. Eftir framførsluna á G! Festivalinum í 2005 við papmasché fokk jú-fingrinum, var ein mynd at síggja á Nym.fo, sum er ein føroysk dagdvølja á netinum við skemti og øðrum, sum vísti 200 á Gøtusandi og eina náttúrumynd frá Mykinesi. Mykines-myndin vísti ein stóran klett, sum lættliga kundi líkst einum fokk jú-fingri. Hugsast kann, at tað var haðani, at Niels og hinir báðir limirnir í bólkinum fingu íblástur til at gera ein stóran fokk jú-fingur. Makrel. Makrel er ein føroyskur rokk tónleikabólkur. Hann var áður nevndur Happy? við Sveini Gaard Olsen á trummum. Makrel gjørdist nummar trý í tónleikakappingini Prix Føroyar 2003. Viva la Republica. Viva la Republica er ein tónleikaútgáva hjá føroyska rokkbólkinum 200. Útgávan kom fyrst út sum fløga í 2005 (CD) og síðan sum LP pláta í 2006 (LP). Wonderland. Wonderland (CD 2004) var onnur fløgan við føroyska tónleikabólkinum Makrel. Poetry & Aeroplanes. Poetry & Aeroplanes (CD 2003) hjá Teitur Lassen (spjaldur: Teitur), varð givin út altjóða á Universal. Á AME í 2005, varð "Poetry & Aeroplanes" kosin besta fløga 2003-04 og 'Josephine' besti sangur. Fløgan kom út í USA tveir mánaðar, áðrenn hon fekst í Føroyum. Fyrsta góða árið var fløgan tøk í papphúsa í Føroyum, ið ikki taldi skering 12, hóast hon verður givin í innihaldsyvirlitinum á húsanum. Funnings kirkja. Funnings kirkja er ein av gomlu trækirkjunum í Føroyum. Hon varð vígd 30. november 1847 og er tískil yngst av gomlu trækirkjunum. Porkeris kirkja varð eisini vígd í 1847, men nakrar mánaðar frammanundan. Funnings kirkja er harafturat einasta trækirkja og elsta kirkja í Eiðis prestagjaldi. Til 1929, tá Gjáar kirkja varð vígd, var Funnings kirkja eisini sóknarkirkja, ið fevndi um bygdirnar Funning og Gjógv. Staðið, har kirkjan stendur, verður nevnd niðri í Hólma. Í dag líkist økið ikki einum hólmi, men ein á (Tentlá) rennur norðanfyri kirkjuna; hon er í dag løgd undir heilt. Kirkjan hevur 10 benkur mannfólkamegin og 9 konufólkamegin. Prædikustólurin er framman fyri fremsta konufólkabonk. Slættaratindur. Slættaratindur er hægsta fjall í Føroyum. Hann røkkur upp á 880 m. Eystursíðan er brøtt. Vanliga gøtan niðan á Slættaratind er av Eiðisskarði niðan undir tindin. So verður gingið runt um tindin vestur og norður um og eystur móti tromini. Har er best er at koma niðan á tindin. Tað slepst tó upp sunnanifrá eisini, men har er meiri illgongt. Norðanfyri er næsthægsta fjall í Føroyum, Gráfelli. Eystanfyri liggur bygdin Funningur og vestanfyri er Eiði Tangz. Tangz er ein rokkbólkur úr Tórshavn. Bólkurin var nummar trý í Prix Føroyar 2001. Undir somu dýnu (ep). Undir somu dýnu (CD 1999) við Tangz. Kevin Cosgrove. Kevin M. Cosgrove (6. januar, 1955 – 11. september, 2001) úr West Islip, New York var eitt av offrunum í 11. september-yvirgangsálopunum. Cosgrove var fangaður í eini skrivstovu í landnyrðingshorninum á 105. hædd í sunnara torninum. Saman við honum vóru starvsfelagin Dough Cherry og ein annar ónevndur persónur. Eftir at hava ringt til skyldfólk ringdi hann til neyðkall (911) um hjálp. Meðan hann enn var á tráðnum skramblaði bygningurin saman kl. 09:59 (14:59 føroyska tíð), og sambandið reyk. Síðstu orð hansara vóru "Oh God! Oh..." (føroyskt: "Á, Gud! Á..."). Kevin Cosgrove var varastjóri hjá Aon Corporation. Hann var 46 ára gamal. Líkið varð funnið, áðrenn vika var liðin, og hann varð jarðaður 22. september í St. Patrick-kirkjugarðinum í Huntington, New York. Upptøkan av neyðarkallinum varð spæld til rættarmálið hjá Zacarias Moussaoui. MC-Hár. MC-Hár er ein føroyskur rokkbólkur. Í 1999 luttóku teir í Prix Froyum og gjørdust nummar trý. Heiður. Nummar trý í Prix Føroyar 1999. Framvegis uttan vit (fløga). Framvegis uttan vit er fløga við MC-Hár útkomin í 1998. Upptøkan fór fram í West River Recording Studio. EP (Clickhaze). EP (CD 2002) við Clickhaze. Eivør Pálsdóttir (fløga). Eivør Pálsdóttir (CD 2000) við Eivør Pálsdóttur. Hennara fyrsta solofløga. Absalon Guttormsen. Absalon Guttormsen (5. mai 1830 – 11. juli 1902) var bóndi í Útistovu á Trøllanesi. Hann var sjálvlærdur lærari í Kalsoynni 1875 – 1893. Hann var virkin í Føringafelag og var frá umleið 1870 íðin fráhaldsmaður, og virkaði fyri at stovna fráhaldsfeløg ymsastaðni, serliga í Norðoyggum og í Eysturoy. Tingmaður fyri Norðuroyggjar 1861 – 1869 og 1873 – 1877. Absalon var bóndasonur í Útistovu á Trøllanesi, elstur av 4 systkjum. Hann fór ungur til Tvøroyrar, har hann lærdi til snikkara. Absalon festi eftir pápan, Guttorm Absalonsen, í 1857, 26 ára gamal, og sat við festinum í 39 ár, tá sonurin Poul Johannes tók festið eftir hann. Absalon giftist í 1855 við Ellen Sofie Jensdatter av Viðareiði. Tey fingu 9 børn, ið øll fingu eftirnavnið Østerø. Absalon var framburðsmaður, og longu í 1865 var hann partaeigari í "Norderø Fiskeri- og skibsselskab af 1865", sum árið eftir keypti skonnartina Caprice, 63 registartons til støddar. Endamálið var at reka fiskiskap undir Føroyum og síðani farmasigling afturat. Eftir miseydnaða roynd at reka fiskiskap fór skipið í farmasigling, og í 1871 keypti skiparin, Jóhannes Johansen allan partapeningin. Í 1872 var við lóg ásett, at øll børn yvir 7 ára aldur skuldu hava skúlagongd. Absalon átók sær sjálvur at vera lærari í Kalsoynni 1875 til 1893, og í 1895-96 var hann lærari í Kunoy, hóast hann ikki var læraralærdur. Hann var talsmaður fyri at fáa føroyskt mál inn í skúlan og at avtaka uttanatslæruna. Frá umleið 1870 var Absalon íðin talsmaður fyri fráhaldsrørsluna, ið tók seg upp um hetta mundið. Hann ferðaðist um allar Norðuroyggjar og eystursíðuna á Eysturoynni og eggjaði til at stovna fráhaldsfeløg fyri at tálma stóru rúsdrekkanýtsluni. Absalon var íðin tjóðskaparmaður og virkin í Føringafelag. Í blaðgreinum (td. Dimmalætting nr. 49, 1895) streingir hann á fyri at vinna føroyskum máli rættindi í kirkju og á tingi. Hann var tingmaður fyri Norðuroyggjar 1861 – 1869 og 1873 – 1877. Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins (Nordisk Råds Litteraturpris) varð stovnað av norðurlendsku stjórnunum í 1961. Virðislønin verður latin árliga av Norðurlandaráðinum, fyrstu ferð í 1962. Í 1962 var virðislønin 50.000 dkk. Síðan 1995 hevur hon verið 350.000 dkk. Virðislønin verður latin fyri eitt bókmentaligt verk skrivað á norðurlendskum máli. Endamálið við virðislønini er at økja um áhugan fyri máli og bókmentum í Norðurlondum og fyri norðurlendska mentanarfelagskapinum. Higartil hava bert tveir føroyingar fingið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, William Heinesen fekk hana í 1965 fyri Det gode håb og Rói Patursson fekk hana í 1986 fyri yrkingasavnið Líkasum. Tóroddur Poulsen hevur verið tilnevndur seks ferðir: 1996, 2002, 2005, 2009, 2011 og 2014. Jóanes Nielsen hevur verið tilnevndur fimm ferðir: 1988, 1994, 1999, 2004 og 2013, meðan Carl Jóhan Jensen hevur verið tilnevndur fýra ferðir: 1991, 1998, 2007 og 2008. Móttakarar. Rói Patursson fekk virðislønina í 1986 a> fekk virðislønina í 1965, umboðandi Danmark Funnings sóknar kommuna. Funnings sóknar kommuna, fyrrverandi kommuna í Føroyum Søga. Funnings sóknar kommuna varð stovnað 1. oktober 1906, tá Funnings sókn tók seg úr Eysturoyar prestagjalds kommunu. Kommunan fevndi um bygdirnar Funningur og Gjógv. Tá Gjógv gjørdi av at fara úr kommununi, syndraðist hon, og hon varð endaliga tikin úr gildi hin 1. januar 1948. Í hennara stað komu Funnings kommuna og Gjáar kommuna. Rakel Helmsdal. Rakel Helmsdal er fødd 25. september 1966 í Tårnby á Amager, men hevur búð meginpartin av lívi sinum í Havn. Tó hevur hon búð fimm ár í Frankaríki, har hon skrivaði fýra av bókum sínum. Rakel er dóttir Guðrið Helmsdal. Hon hevur undirvíst í kreativari skriving og drama og hevur skrivað og sett upp leikir saman við ungdómi. Rakel er serliga kend fyri bøkurnar um dreingin Viktor Hugo Persson og myndabøkurnar um lítla og stóra skrímsl. Fýra bøkur eru komnar út um Hugo og ein við søgum úr Port Janua, har hann býr. Fyrsta bókin: "Tey kalla meg bara Hugo", er týdd til norskt. Bøkurnar um skrímslini hevur Rakel skrivað saman við svenska rithøvundanum Kalle Güettler og íslendska myndprýðaranum og høvundanum Áslaug Jónsdóttir. Bøkurnar eru komnar út í Føroyum, Íslandi, Svøríki, Fraklandi, Finlandi, Spania og Noregi. Rakel Helmsdal hevur marionett-leikhúsið Karavella Marionett-Teatur, har hon setir upp egnar leikir. Hon var forkvinna í Rithøvundafelag Føroya 2009 til 2011. Síðani 2009 hevur hon arbeitt burturav sum listafólk. Slóðir. Helmsdal, Rakel Landsfelagið fyri fólk við autismu. Landsfelagið fyri fólk við autismu, vanliga stytt LFA, er eitt av feløgunum í MBF. LFA er eisini limur í danska felagnum, Landsforeningen Autisme. Endamál felagsins er at stuðla teimum, ið hava autismu, og teirra avvarðandi, og at upplýsa um brekið autismu. Adressa felagsins er hjá formanninum, sí heimasíðuna hjá ella. Uganda. Uganda (enskt; "Republic of Uganda", swahili; "Jamhuri ya Uganda"), ella Lýðveldið Uganda er stórt land í Eysturafrika við umleið 36 mió. íbúgvar. Søga. Tá ið farið var at leggja jarnbreytir í 1931, fingu túsundtals ugandarar arbeiði. Í Uganda fekk jarnbreytafelagið sær eisini arbeiðarar úr Asia, sum vórðu sendir heimaftur, tá ið arbeiðið varð liðugt. Fyri tað, at Uganda loysti frá Bretlandi, var tað ríkt land. "Perlan í Afrika" kallaði kendi politikarin Winston Churchill tað. Men í 1986 var landið oyðilagt og á húsagangi. Frá 1971 til 1979 stýrdi rái einaræðisharrin Idi Amin landinum. Túsundtals menniskju vórðu jagstrað og myrd. Evropearar og ásiatar vórðu riknir av landinum, og hald varð steðgað, tá ið umheimurin varnaðist, hvussu rotið og harðrent Idi Amin-stýrið var. Í 1979 varð Idi Amin rendur frá og flýddi, men viðurskiftini batnaðu ikki fyrr enn í 1986, tá ið Yoweri Museveni kom til valdið og gjørdist forseti í landinum. Uganda stríðist nú við at endurreisa búskapin og fáa í gildi fólkaræðiliga stýrisskipan. Oljuvinna. Í Uganda eru ovurstórar nøgdir av olju funnar, og í 2009 byrjar beinhørð kapping millum heimsins størstu oljufeløg, ið síggja sær møguleika fyri vinningi í landinum. Startskotið til hetta var í januar 2009, tá kanadiska oljufelagið Heritage Oil fann tað, sum helst er størsta fund á landi sunnanfyri Sahara. Hetta fund ber heitið "Giraffe 1", og metingin sigur, at har finnast í minsta lagi 400 milliónir tunnur av olju. Síðan hava útlendsk oljufeløg funnið tíggjutals onnur fund har vesturi í Uganda. Til samanberingar kann nevnast, at í sjeytiárunum vóru oljufundini í Norðsjónum 400 milliónir tunnur. Nýggjasta metingin haðani er, at umleið 20 milliónir tunnur eru eftir, áðrenn liðugt er við olju úr Norðsjónum. Kandiska Heritage Oil hevur borað átjan brunnar í Uganda, og í øllum brunnunum varð olja funnin. Síðsta oljufelag, ið fann olju í Uganda, var írsk-bretska Tullow Oil í august 2009. Hetta felag metir, at minst 700 milliónir tunnur eru í vestara partinum av Uganda. Samkynd. Tingið í Uganda hevur fyrireikað eina lóg, sum loyvir mismuni og hatri mótvegis samkyndum, tvíkyndum og transpersónum. Lógin, ið verður rópt "Anti-Homosexuality Bill" hevur verið ávegis síðani 2009. Umrødda lógin heimildar mismuni mótvegis teimum, ið eru, ella kunnu hugsast at vera, samkynd. Núverandi revsilóg í Uganda forbjóðar longu, at fólk av sama kyni eru saman kynsliga, men nýggja lógaruppskotið er nógv meira víðgongt. Lógaruppskotið leggur upp til deyðarevsing fyri "provokerandi samkyndleika", ger tað revsivert, um man ikki innan 24 tímar fráboðar, at man veit um ein samkyndan og kann geva sjey ára fongsulsrevsing fyri at arbeiða fyri rættindunum hjá samkyndum, tvíkyndum ella transpersónum. Sudan, Jemen, Móritania, Iran og Saudiarábia hava longu sett deyðarevsing í verk fyri samkyndleiki. Í Uganda verður arbeitt við einari lóg, sum skal gera tað revsivert við deyðadómi at vera samkyndur við HIV, og revsivert við lívlangari fongsulsrevsing at gifta seg við einum av sama kyni. Barack Obama hevur kalla lógaruppskotini andstygilig, men mest víðgongdu røddirnar í Uganda vilja enn gera lógirnar veruleika. Uganda samtykti í 2014 eina lóg sum ger at samkynt kunnu revsast við upp til lívlongum fongsli. Lógin ger tað eisini revsivert ikki at melda tann sum er undir illgruna fyri at vera samkyntur í Uganda, og lógin er fordømd av so at siga øllum Vesturheiminum. Noreg og USA hava millum annað steðga allari peningaligari hjálp til landið. Allir samkyntir ugandarar fáa friðskjól í Skotlandi. Brøðrasamkoman. Brøðrasamkoman er vanligt heiti á kristnari leikmanna vekingarrørslu í Føroyum. Brøðrasamkoman er í dag tann størsta kristna samkoman uttanfyri fólkakirkjuna við samkomuhúsum í flestu størru bygdum, td. Ebenezer í Havn, Betesda í Klaksvík, Berøa í Saltangará, Hebron á Argjum og Bethel í Vági. Íalt hevur samkoman eini 30 samkomuhús í størri og smærri bygdum um alt landið, tey flestu við bíbilskum navni, umframt at onkur samkoma heldur til í leigaðum hølum, td. samkoman Lívdin í Hoyvík. Brøðrasamkoman hevur ongan skrásettan limaskap, men fevnir helst um eini 12% av fólkatalinum í Føroyum, í støðum upp til 40%. Hvør bygdasamkoma er sjálvstøðug, og rørslan er ikki skipað í landsnevnd ella líknandi. Ongin er formliga settur í starv í samkomuni. Rørslan hevur ongan prest at leiða samkomufundirnar ella at prædika. Læra. Brøðrasamkoman hevur ikki nakra trúarjáttan, men læran er í samsvari við apostólsku trúarjáttanina. Brøðrasamkoman uppfatar menniskjað sum syndugt, og tí má tann einstaki “venda um” og “verða frelstur”. Dópurin er fyrst og fremst ein játtan og ein vitnisburður eftir at ein er frelstur. Í mun til aðrar vekingarrørslur leggur brøðrasamkoman dent á, at frelsan er “ævig”, tað vil siga, at hon kann ikki missast aftur. Rørslan leggur dent á ikki at taka sær onnur heiti enn tey, sum verða nýtt í Nýggja Testamenti um tey kristnu, og haðani kemur heitið brøður ella brøðrasamkoman. Tey, ið hoyra til rørsluna verða á manna munni ofta eisini nevnd baptistar, og sipar hetta til dópsfatanina, at rørslan bert doypir fólk, sum sjálvi kunnu játta sína trúgv og svara fyri sín dóp. Dópur fer tí vanliga fram frá uml. 10 - 12 ára aldri og uppeftir. Dópur í brøðrasamkomuni fer altíð fram við, at tann doypti verður koyrdur heilt undir í vatni; brøðrasamkoman viðurkennir ikki pinkubarnadóp. Søga. Brøðrasamkoman er ein grein av eini rørslu, sum byrjaði í Dublin í Írlandi umleið 1825. Fyrsta stóra samkoman var tó í Plymouth í suður Onglandi, og haðani hevur rørslan fingið heitið Plymouth Brethren. Rørslan fór tíðliga í tveir høvuðspartar, kallaðir opnir brøður (open brethren), og lokaðir brøður (eksclusive brethren). Samkoman breiddi seg um miðja 19. øld um Bretland, og í 1865 bar skotski trúboðarin William Gibson Sloan (f. 1838) opnu greinina av rørsluni úr Hetlandi til Føroya. Í 1879 búsettist William Sloan í Havn – Sloans hús við Tinghúsvegin ber navn eftir hann – og í 1879 var fyrsta samkomuhúsið hjá Brøðrasamkomuni bygt við Tinghúsvegin í Havn, á leið har Havnar Bio er nú. Árið eftir vóru tey fyrstu doypt. Fyrst í 1890-unum var eisini ein lítil samkoma í Miðvági. Síðani kom stígur í, men eftir aldamótið vendi gongdin. Umleið 1906 byrjaðu samkomur á Viðareiði, í Skálavík og í Hvalba, og árini eftir byrjaðu samkomur í fleiri bygdum, td. Porkeri, Vági, Tvøroyri, Sørvági, Gásadali og í Hesti. Tað er hesi árini, at brøðrasamkoman festir seg í Føroyum. Næsta stigið í gongdini er í tveimum: 2 ungir trúboðarar byrja fulltíðar trúboðaratænastu í Føroyum umleið 1915 - 1917: Victor Danielsen úr Søldarfirði og Andrew Sloan úr Havn, sonur William Sloan. Teir ferðast dúgliga bygd úr bygd og halda møti, og hetta gjørdist teirra lívsstarv. Hin tátturin er, at menn fara at halda møti um borð á sluppunum – ofta saman við monnum frá Heimamissiónini. Hesa tíðina upp til seinna kríggið byrja samkomur í fleiri bygdum, td. Klaksvík, Leirvík, Fuglafirði, Toftum, Eiði og Søldarfirði. Frá umleið 1950 tykist stóri vøksturin hjá rørsluni at minka nakað. Rørslan fylgir tó við broyttum bústaðarmynstri, og í 1960-unum byrjaði samkoman í Berøa í Saltangará, og umleið ár 2000 byrjaði samkoman Lívdin uppi í Hoyvík. Í 1973 byrjaði samkoman Kristnastova millum føroyingar í Keypmannahavn, og nøkur ár seinni byrjaði samkoman Malta í Hirtshals, fyrst serliga sum ein sjómansmissión. Í 1967 bygdi Brøðrasamkoman leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum. Har eru legur fyri ymsar aldursbólkar og áhugabólkar alt summarhálvárið umframt styttri legur flestu vikuskiftini á vetri eisini. Brøðrasamkoman hevur gingið á odda í at nýta føroyskt mál í samkomuhøpi. Serliga Victor Danielsen var undangongumaður og umsetti Bíbliuna til føroyskt, umframt at hann yrkti og umsetti einar 900 sálmar og 20 bøkur til føroyskt. Brøðrasamkoman er virkin í trúboðan. Einir 50 føroyingar eru um allan heim sum trúboðarar frá brøðrasamkomuni. Brøðrasamkoman hevur serliga seinnu árini eisini verið virkin í sosialum arbeiði, eitt nú við at savna inn klæði og annað at senda til Eysturevropa – tey seinastu árini serliga til Rumenia. Ubuntu. Ubuntu er ein ókeypis stýriskipan. Standard koyrur Ubuntu við gnome, men fleiri Ubuntu variantar eru til, eitt nú: Kubuntu sum brúkar KDE, Xubuntu sum brúkar XFCE, Fluxbuntu sum brúkar Fluxbox. Tey kunnu tað sama sum eitt nú Microsoft Windows ella Macintosh. Og hetta er ókeypis uttan brot á upphavs rættin. Eisini er tað open Source, og Linux basera. Navnorð. Navnorð eru ein bólkur av orðum, ið lýsa nøvn á ítøkiligum lutum (t.d. stólur, bilur, genta, drongur), fyribrigdum (vestfall, eystfall, mysing, mánalýsi) og hugtøkum (sorg, gleði, longsul) umframt sernøvn (Petur, Sólvá, Enniberg, Sørvágur). Navnorð verða býtt í felagsnøvn og sernøvn og eru antin kvennkyn, kallkyn ella hvørkikyn. ISO. ISO er stytting fyri International Organization for Standardization, ið ásetur millumtjóða standardar á alskyns økjum. Trúarjáttan. Ein trúarjáttan er ein tekstur, ið orðar grundleggjandi læruna í eini trúgv. Í kristindóminum. Í kristindóminum eru fleiri trúarjáttanir. Tær elstu og vanligastu eru apostólska trúarjáttanin og nikæno-konstantinopolitanska trúarjáttanin. Afturat teimum hevur føroyska fólkakirkjan eisini athanasiansku trúarjáttanina og augsburgsku trúarjáttanina. Eisini Luthers Lítla katekismus verður roknað sum ein av teimum 5 trúarjáttanunum í luthersku kirkjuni. Bæði í fólkakirkjuni og í katólsku kirkjuni er apostolska trúarjáttanin tann vanligasta í sambandi við dópin. Í fólkakirkjuni er hon eisini tann vanligasta í gudstænastuni. Í katólsku messuni verður hinvegin Nikæno-konstantinopolitanska trúarjáttanin meira brúkt. Í Islam. Í islam verður trúarjáttanin, shahadah, roknað sum ein av teimum fimm súlunum. KT-depilin. KT-depilin er ein stovnur undir Mentamálaráðnum, ið veitir føroyska skúlaverkinum tænastur á KT-økinum. KT-depilin umsitur teldupostadressur hjá næmingum og lærarum ígjøgnum FirstClass skipanina og bjóðar heimasíðupláss til skúlar. Eisini skipar KT-depilin fyri KT-kortinum fyri føroyskar lærarar og fyri KT-varðaútbúgvingini. Kappróður. At rógva kapp er elligomul ítróttagrein. Frá gamlari tíð hevur verið vanligt, at bátar hava róð kapp, eitt nú á grindaferð ella aftur av útróðri. Tað hevur tó ikki verið undir skipaðum viðurskiftum, men meira tilvildarliga, tá tað bar so á, at bátar fóru somu leið samstundis. thumbnail Seinni, serliga eftir at føroyski róðrarbáturin hevði mist sín týdning sum álitið í útróðri, varð farið undir at skipa fyri kappróðri á Ólavsøku og til aðrar stevnur. Fyrstu árini var tað mest við teimum bátum, ið vóru til taks, men seinnu árini hava menn latið smíðað bátar til kappróður. Kendastu bátasmiðirnir á hesum øki eru Niklas í Koltri og seinni Sámal Hansen. Kappingarnar verða nú skipaðar undir Róðrarsambandi Føroya, RSF, sum er eitt av sersambondunum í Ítróttasambandi Føroya, ÍSF. Tá róð verður, eru nógvar serstakar orðingar, ið verða nýttar. Til dømis tá tann, ið rør, ikki fær árina niðurí, ella at árin gleppur burtur úr sjónum. Hetta verður á føroyskum rópt: "at fara ov stutt niður í búkin". Nevnast kunnu tey ensku og donsku heitini, sum eru ávikavist: "to catch a crab" og "at fange en ugle". Jákup í Skemmuni. Jákup Pauli Christiansen, vanliga nevndur Jákup í Skemmuni'", er føroyskur týðari, búsitandi í Svendborg í Danmark. Hann er føddur 27. oktober 1951 í Vági. Flutti 12 ára gamal til Sands, har hann vaks upp í Skemmuni. Las á Odense Universiteti (nú Syddansk Universitet) og tók cand.phil.-prógv í norðurlendskum máli og bókmentum. Jákup í Skemmuni er serliga kendur sum týðari. Jákup í Skemmuni hevur týtt umleið 200 bøkur til føroyskt, serliga úr svenskum og norskum, fyrst og fremst barna- og ungdómsbøkur, men eisini norðurlendskar klassikarar sum Keisaran av Portugáliu eftir Selmu Lagerlöf. Meginpartin av bókmentunum hevur hann givið út á egnum forlagi, nevnt Nýlendi. Hann hevur havt týddar stuttsøgur og framhaldssøgur í tíðarritunum Glugganum og Vencli og í blaðnum 14.SEPTEMBER, har hann var blaðmaður frá 1973 til 1976. Heiður. Jákup í Skemmuni fekk í 1986 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri týðingar- og útgávuvirksemi sítt, og í 1994 læt Sveriges Författarfond honum virðisløn fyri at týða svenskar bókmentir til føroyskt, seinni eisini starvsløn. Minningardagur teirra sjólátnu. Minningardagur teirra sjólátnu er 1. november, Alhalgunadag. Í Føroyum verður dagurin hildin við, at í nógvum bygdum er minningarhald við minnisvarðarnar yvir sjólátin, og minnisgudstænastur eru í summum kirkjum. Eftir 2. heimsbardaga var umrøtt at áseta ein almennan flaggdag til minnis um teir, sum vóru farnir á sjónum, og 15. mars 1949 var samtykt, at halda allahalgannadag, 1. november, sum minningardag teirra sjólátnu. Tá eigur Merkið at vera á hálvari stong. Allahalgannadagur. Allahalgannadagur er 1. november, og verður í Føroyum eisini hildin sum minningardagur teirra sjólátnu. Í 2006 vórðu eisini guðstænastur hildnar fyri deyð børn í árinum. Onkuntíð verður dagurin eisini nevndur Alhalgunadagur. Bókadeild Føroya Lærarafelags. Bókadeild Føroya Lærarafelags, ofta stytt BFL, varð stovnað í 1956. BFL hevur givið nógvar bøkur út, serliga til børn og ung. Hetta virksemið hevur verið skipað gjøgnum barnabókaklubba og ungdómsbókaklubba. Bókadeild Føroya Lærarafelags er helst virknasta forlag í landinum. Føroya Lærarafelag eigur Bókadeild Føroya Lærarafelags. Í 1985 setti forlagið Ingrið Sondum í starv sum leiðara, sum burturav fekst við bókaútgávu. Í 1997 varð Niels Jákup Thomsen settur sum leiðari á Bókadeildini. Hvørji jól, síðan forlagið varð sett á stovn, er "Mín jólabók" komin út. Tær fyrstu jólabøkurnar høvdu bleytar permur, men síðan 2004 er jólabókin vorðin sum stór myndabók í litum við stívari permu. Innihaldsliga er hon broytt munandi við adventssøgu og ítrivi til børnini. Samheiti. Samheiti eru orð, ið merkja tað sama ella nøkulunda tað sama, til dømis alda og bylgja; (da: synonym). Á føroyskum finst "Føroysk samheitaorðabók" eftir Henning Thomsen (Forlagið Stiðin, 2000) Henning Thomsen. Henning Thomsen, f. 1933, er orðabókarithøvundur. Hann hevur gjørt Føroysku samheitaorðabókina (Forlagið Stiðin, 2000). Henning Thomsen hevur eisini í mong ár gjørt føroyskar krossorðagátur, sum hava staðið í føroyskum dagbløðum. Kongsjørð. Kongsjørð ella kongs er jørð, ið er almenn ogn. Tað er fyri tað mesta jørð, ið kirkjan átti í katólskari tíð, sum við trúbótini verður løgd undir kong. Kongsjørð er um alt landið, men misjavnt er, hvussu stórur partur er ogn og hvussu stórur partur er kongs. Eitt nú er mest sum øll jørð kongs í Suðurstreymoy og Suðureysturoy, meðan lítið er av kongsjørð norðast i Eysturoynni. Ein kongsbóndi leigar kongsjørðina frá almennu myndugleikunum, vanliga ein hagapart uttangarðs við tilhoyrandi bø innangarðs, og slíkt leigumál verður kalla eitt festi. Vanliga hevur festið gingið í arv frá faðir til elsta son, men seinnu árini er eisini vanligt, at døtur ella yngri synir festa, og um onki av børnunum hevur áhuga at festa, kann festarin siga festið frá sær. Kongsið, sum kongsjørðin eisini verður kallað, verður í dag umsitin av Búnaðarstovuni. Jørð, ið ikki er kongs, verður kallað óðalsjørð Trettandi. Trettandi ella trettandadagur er heiti fyri dagin 6. januar - 13. dagin eftir jóladag (jóladagur íroknaður). Á trettanda var fyrr vanliga dansað í ávísum bygdum. Bygd, har dansað var á trettanda, varð kallað trettandabygd. Vanligt hevur verið at taka veðragjólingar inn aftur á trettanda, 6. januar. Tá er brundtíðin at enda (síðan 6. desember, á niklasarmessu). Í, sum er kend bæði úr Mikladali og úr Skálavík, koma kóparnir upp á helluna at dansa á trettandunátt og lata seg úr haminum; tá líkjast teir menniskjum. Í kirkjuárinum verða 5 sunnudagar eftir trettanda (hendinga ár 6 sunnudagar) nevndir 1. sunnudagur eftir trettanda, 2. sunnudagur eftir trettanda o.s.fr. Kirkjuliga hevur dagurin verðið hildin til minnis um teir tríggjar vísmenninar, sum leitaðu eftir nýfødda jødakonginum, so sum Matteus 2:1-12 greiðir frá. Í frumkirkjuni hevur dagurin helst eisini verið hátíðarhildin sum føðingardagur Jesusar, men í fjórðu øld varð gjørt av, at 25. desember var rætti dagurin at hátíðarhalda Jesu føðing. Trettandi verður eisini kallaður "gomlujól". Hetta sipar tó helst til skiftið frá julianska kalendaranum til gregorianska kalendaran í ár 1700. Í ortodoksu kirkjuni er enn vanligt at halda jól 6. januar. Tjúgunda halgi. Er 13. januar, tað er 20. jóladagur - eina viku eftir trettanda. Henda dag verða jólini roknað at enda. Brøðramessa. Brøðramessa er 20. januar. Pálsmessa. Pálsmessa er 25. januar. Pálsmessa er hildin til minnis um, at Paulus ápostul vendi um til kristindómin henda dag á ferðini til Damaskus. Tað hevur helst verið umleið ár 35 ella eitt sindur fyrr. Sagt verður, at súla og lomvigi koma at landi á pálsmessu. Súludagur hevur verið hátíðardagur í Mykinesi, og fyrr var dansað henda dag í Mykinesi. Kyndilsmessuknútur. Kyndilsmessuknútur er 19. januar. Kyndilsmessa. Kyndilsmessa er 2. februar. Kyndilsmessa var upprunaliga ein Mariumessa til minnis um at Maria vitjaði í halgidóminum 40 dagar aftan á føðingina, sum siður var hjá jødiskum konum tá í tíðini. Kyndilsmessa er sostatt 40. dagurin eftir jóladag (tá jóladagur er íroknaður). Henni og Jesusbarninum til minnis og heiðurs vóru kertuljós og kyndlar tendrað í kirkjunum, og av tí kemur navnið "missa candelarum". Orðið "candela" kemur úr latíni og merkir voksljós. Shahadah. Shahadah er trúarjáttanin í islam, ein av teimum fimm súlunum í islam. Trúarjáttanin er soljóðandi: "Tað er ongin gud uttan Allah (Gud), og Muhammed er profetur hansara." Islam. Kort ið sýnir útbreiðsluna av islam, tann reyði liturin "shia", tann grøni liturin "sunni". Islam (arábiskt الإسلام‎, "al-ʾIslām") er ein Ábrahamsk trúgv, ið umleið 21 % heimsins íbúgvum fylgja. Tey, ið hoyra til Islam, eita muslimar. Miðdepilin í trúnni er tær fimm súlurnar: trúarjáttanin, bønin, fastan, olmussan og pílgrímsferðin. Heilaga skrift muslima er Koranin, ið er eitt savn við teimum opinberingum, sum Muhammed profetur fekk í árunum 610 til 632 í Mekka og Medina í Saudi-Arabia. Muslimar eru í 2 høvuðsbólkum, Sunni Islam (umleið 90 %) og Shia Islam (uml. 10 %), aðrar smærri rørslur eru eisini til, t.d. sufisma og Ahmadiyya. Islam er eitt arábiskt navnorð, ið er kemur frá semitisku 'hjáljóðs-rótini' s-l-m ið formar ein bólk av orðum ið sipa (serliga) til "fullkomleika", "tryggleika" og "frið", ("friður" eitur t.d. "salam" á arábiskum). Í átrúnaðarligum høpi verður "islam" umsett til at merkja "at leggja seg undir" ella "geva seg til". Islam er ein átrúnaður, ið byggir upp á Guðs vilja og er borin fram gjøgnum nógv ár av profetum. Í dag er islam ein ordiliga stórur átrúnaður og er í yvir 50 londum. Tey, ið trúgva á islam, eru muslimar, og teir flestu muslimarnir búgva í beltinum frá Marokko til Pakistan. Eisini eru nógvir muslimar í Vesturafrika og Landsynningsásia. Indonesia er tað landið í heiminum, sum hevur flest muslimar. Muslimar halda gudstænastu í einari mosku. Syftunsøka. Syftunsøka er 2. juli. Syftunsøka verður hildin til minnis um biskupin "Swinthun" í Winchester í Onglandi. Hann doyði ár 862 og varð 15. juli 971 skýrdur halgimenni. Blásiusmessa. Blásiusmessa er 3. februar og hevur navn eftir Sankta Blásiusi. Tað sigst, at sum veðrið er á Blásiusmessu, soleiðis verður tað teir næstu 40 dagarnar. Dagurin var eisini róptur blámessa, og var blámessudagur stillur og klárur, boðaði tað fyri einum brúsandi vári, varð sagt. Kongadagur. Kongadagur er 11. februar. Hesa náttina í 1659 søktu svensk herlið at Keypmannahavn, men atsóknin miseydnaðist. Navnið kongadagur sipar til kongarnar, sum stóðu á odda í stríðnum, danska Fríðrik III og svenska Karl X Gustav. Ringasta árstíðin til veður sigst vera "millum konganna", tað er frá trettanda (á donskum: hellig tre konger/teir tríggir heilagu kongarnir) og til kongadagin. Pætursmessa. Pætursmessa er 22. februar. Pætursmessa verður roknað sum fyrsti várdagur. Navnið Pætursmessa eitur eftir Pæturi ápostli, ið umframt Pætursmessu eisini hevur ein annan minningardag, Pæturssøku. Charles Darwin. Charles Darwin (12. februar 1809 – 19. apríl 1882) var ein bretskur lívfrøðingur. Tað var á síni rannsóknarferð við "Beagle", at Darwin fekk hugskotið til arvalæru sína (menningarlæruna). "Beagle" vitjaði Galapagosoyggjarnar, og har sá Darwin, at sami upprunaligi fuglurin - finkan - gjøgnum tíðina var vorðin til eini tjúgu ymisk sløg av fuglum, hvør við sínum serligu eginleikum. Tað gingu tó útvið tjúgu ár eftir at Darwin kom aftur av ferðini, áðrenn úrslitini og niðurstøðurnar, hann gjørdi sær, komu út í bók. Men tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at bókin "The Origin of Species" gjørdist ein hin mest týðandi bókin í heiminum, og enn tann dag í dag verður arvalæran dúgliga umrødd millum leikfólk. Veðurlambsmessa. Veðurlamsbmessa er 23. november. Klæmintsmessa. Klæmintsmessa, 23. november, er til minnis um Klæmint I Páva. Eisini verður dagurin róptur fyrsti vetrardagur, tá ið vetrarfjórðingsárið byrjar. Latínska navnið Clemens merkir hin mildi. 1. vetrardagur. 1. vetrardagur verður roknaður at vera 23. november. Fyrsti várdagur. Fyrsti várdagur verður roknaður at vera 22. februar. Leypár. Leypár er kalendaraár, sum er 1 dag longri enn hini árini; tað verður eisini nevnt skotár. Eyka dagurin verður settur inn í februar, sum tá hevur 29 dagar. Tá leypár er, verður 24. februar nevndur leypársmessa. Eitt leypár er sostatt eitt ár við 366 døgum í gregorianska kalendaranum í mun til teir vanligu 365 dagarnar. Eitt ár er leypár, um árstalið kann býtast við 4, men ikki við 100; tá árstalið kann býtast við 400, er tað kortini leypár. Soleiðis var ár 1900 ikki leypár, meðan 2000 var. Eftir hesari reglu vera 97 leypár fyri hvørji 400 ár, og árið verður í miðal 365 dagar ella 365,2425 dagar, meðan miðalsólárið er 365,2422 dagar. Tað er so mikið neyvt, at tað ganga 3571 ár, áðrenn kalendarin er eitt samdøgur skeivur. Endamál. Leypárið er sett inn fyri at tryggja, at kalendarin liggur fastur í mun til árstíðirnar. Við fastari longd á árinum uppá 365 dagar hevði várjavndøgur flutt seg næstan ein dag hvørji fýra ár. Eftir 400 árum hevði kalendarin verið fluttur 97 dagar í mun til sólarárið. Eftir 730 árum hevði kalendarin verið fluttur so mikið í mun til árstíðirnar, at várið hevði verið í september og heystið í mars. Leypár var longu ásett í julianska kalendaranum frá ár 46 f.Kr. Oddvør Johansen. Oddvør Johansen f. 30. oktober 1941 í Havn er føroyskur rithøvundur og organistur, síðan 2007 hevur hon starvast sum organistur í Hoyvíkar kirkju. Hon er dóttir Verland Johansen, urgusmiður, ið hevur smíðað 20 orgul, ið standa í føroyskum kirkjum, og Ebbu Restorff úr Havn. Oddvør hevur fingið tríggjar føroyskar bókmentavirðislønir fyri ávikavist eina barnabók og tvær skaldsøgur. Hon er higartil (2013) fyrsta og einasta føroyska kvinnan, ið er tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, tað var fyri skaldsøguna "Í morgin er aftur ein dagur", sum var tilnevnd í 2001. Hon vann ikki heiðurslønina. Pápin var hondverkari, mamman heimaarbeiðandi. Oddvør gekk 9 ár í skúla, var síðani arbeiðskona í eitt ár, fyri síðani at fara á musikkháskúla í Svøríki í eitt ár. Giftist blaðung og nam sær meiri kunnleika í orgulspæli uttanlands. Adopteraði tvey børn, men fór eftir hjúnaskilnað á konservatoriið í Keypmannahavn at læra orgulspæl. Giftist uppaftur og búði trettan ár í Danmark, har hon átti tvey børn. Hevur síðan 1987 búð í Føroyum. Grækarismessa. Grækarismessuhald í Vági í 2012 Grækarismessa er 12. mars. Grækarismessa hevur navn eftir Grækaris Mikla páva, sum doyði 12. mars í 604. Á grækarismessu siga vit, at tjøldrini koma, hóast tey ofta kunnu vera at síggja væl fyrr. Á grækarismessu er nú vanligt at skipa fyri grækarismessuhaldi við tónleiki og røðum, har tjóðfuglur okkara, tjaldrið, og várið verða fagnað. Grækarismessudagur er almennur flaggdagur. Grækarismessuhald. Grækarismessuhald er hátíðarhald á grækarismessu, 12. mars, við røðum og tónleiki, har tjaldrið og várið verða fagnað. Siðurin at halda grækarismessu, ella tjaldursdagin, er ikki gamal. Siður hevði tikið seg upp millum Sigmund Brestissonar skótarnar í Havn í 1930 árunum.. Skótarnir møttust at fagna fuglunum og høvdu bál í Varðaholuni í Havn. Fyrsta almenna Grækarismessuhald vit vita um, var í Havn í 1943, tá Sverri Patursson helt røðu. Sverri hevði heitt á SSB skótarnar í Havn um at skipað fyri og hava skótarnir síðan skipað fyri Grækarismessuhaldinum í Havn á hvørjum ári. Grækarismessurøða. Grækarismessurøða er røða, ið verður hildin til grækarismessuhald. Grækarismessurøður eru vanliga at síggja í føroyskum bløðum dagarnar eftir grækarismessu. Kelda. Grækarismessurøðan hjá Anniku W. Joensen, 2003 Andrasarmessa. Andrasarmessa er 30. november. Tað er minningardagur fyri lærusveininum Andriasi í Nýggja Testamenti, sum sambært frásagnum fór sum ápostul til Grikkalands og Svartahavsleiðirnar. Hann varð krossfestur á krossi, ið varð festur saman á skák, og ein tílíkur krossur kallast Andrasarkrossur. Á Kirkjubøstólunum er Andras avmyndaður við tílíkum krossi. Hann hevur verið høgt mettur sum halgimenni í Russlandi, og minningardagur hansara hevur eftir øllum at døma eisini verið hildin í Føroyum. Venesuela. Venesuela er eitt land í norðara partinum av Suðuramerika. 27 milliónir fólk búgva í Venesuela (2010), av teimum eru 8 milliónir yngri enn 15 ár. Størsti býurin í Venesuela er høvuðsstaðurin Caracas. Næststørsti býur er Maracaibo, sum liggur vestanfyri, tætt við kolumbianska markið. Í 400 ára søgu sínari hevur Caracas verið lítil býur, bygdur 900 m uppi í fjøllunum skamt frá Karibiastrondini. Tá ið olja varð funnin, bráðvaks fólkatalið úr fáum túsund upp í fleiri enn 4 milliónir. Nú er Caracas nýmótans býur við høgum húsum av stáli og glasi og góðum høvuðsvegakervi. Landafrøði. Landið hevur mark við Kolombia í vestri, við Brasil í suðri, og við Gujana móti eystri. Norðanfyri vendir landið móti Suðurkaribiska havinum. Her eru nógvar kendar oyggjar og oyggjabólkar, sum eru partur av Karibiaoyggjum. Niðurlendsku ABC-oyggjarnar liggja í ein útnyrðing úr venesuelansku strandarlinjuni, meðan Grenada, Barbados ella Trinidad og Tobago finnast Í ein landnyrðing. Allar hesar smáu oyggjarnar í Suðurkaribiahavi sum liggja fram við venesuelansku strondini, eru partur av Smáu Antilloyggjum. Víða hvar í regnskógunum í Venesuela daga fleiri enn 100 høg sandsteinsfjøll, nevnd tepuis, upp ímóti luftini, summi eru 1.000 m. Hesi fjøll vóru áður í fyrndini víður háslætti, sum regn og vindur í ótaldar øldir hava matað niður. Mong rár plantusløg og dýrasløg hava ment seg í hesum "horvnu heimum". Hægsta fjallið í Venesuela kallast "Pico Bolívar" og er 4.978 metrar høgt. Fjallið liggur sunnanfyri Maracaibovatnið. Orinocoá (2.140 km) er longsta á í Venesuela. Fólkið. Mesta fólkið býr í býunum norðantil. Mongum teirra dámar væl norðuramerikanska undirhaldsmentan, t.d. at lurta eftir rokktónleiki og at spæla hornabólt (baseball), ein ítrótt, sum menn, ið komu hagar at arbeiða í oljuvinnuni, høvdu við sær. Tey fáu upprunafólkini, sum enn eru eftir í Venesuela, halda til langt inni í landinum tætt við markið ímillum Brasil og Venesuela. Fjølmentastir eru yanomamo-indiánarnir, eini 17.000 fólk. Yanomamoar eru veiðimenn og savnarar. Teir veiða við bogum, ið eru tveir metrar langir. Ørvaoddarnir eru smurdir við eitri, gjørt úr plantum. Teir búgva í ovurstórum rundum sevsmáttum, nevndar yanos, sum teir byggja á einum ruddaðum bera í skóginum. Teir eru í vanda fyri at vera tyndir, bæði tí at skógarvinnufyritøkur og námsfyritøkur oyðileggja lendið teirra, og tí at teir eru ikki mótstøðuførir fyri sjúkum, t.d. meslingum. Smátturnar eru gjørdar av tunnum plankum og klønum greinum og taktar við pálmabløðum. Í miðjuni er vanliga stórt tún. Eini 10-20 húski búgva í einari "yano", og hvørt teirra hevur sítt egna "býli". Søga. Tá ið italski rannsóknarfarin Amerigo Vespucci sigldi fram við strondini í Suðurkaribiahavi í 1499, kallaði hann landið Venesuela, ið merkir Lítla Venezia. Húsini stóðu á steyrum, og tað minti hann um húsini og siglingarveitirnar í italska býnum Venezia í Italia. Í 300 ár var landið spanskt hjáland, men í 1811 gjørdist Venesuela frælst ríki. Stórur ójavni er í landinum: oljuvinnan gevur milliardir av sær, kortini búgva ógvuliga mong fólk í fátækrabýlingum í stórbýunum. Inni í landinum búgva indiánar, sum so at siga einki vita um nútíðarmentan okkara. Búskapur. Nógva oljan, ið varð funnin í Maracaibovatni í 1917, hevði við sær, at Venesuela, ið hevði verið av fátækastu londum í Suðuramerika, gjørdist eitt hitt ríkasta í Suðuramerika. Oljukeldurnar í Maracaibovatni eru tær størstu, vit vita um, tá ið tær í Miðeystri eru frá; eisini eru oljukeldur og stór asfaltdíki við Orinocoá. Hóast alt ríkidømið eru mong fólk fátæk. Lítið er gjørt burtur úr at menna almennar tænastur, og landbúnaðurin gevur lítið av sær. Oljuprísfallið hevur elvt til búskaparliga afturgongd. Høgt uppi yvir býnum Mérida er heimsins hægsta kaðalbreyt. Hon flytur ferðafólk úr býnum og langt niðan til fjals, 4.765 m oman sjóvar. Ferðin varir stívan tíma, og ferðafólkini mega skifta breyt fýra ferðir. Politikkur. Venusuela er eitt land, sum ikki er serliga vinarligt móti USA. Tað kom tíðuliga fram, tá fyrrverandi forsetin úr Venusuela Hugo Chavez koma á røðarapallin í ST í 2006 beint eftir George W. Bush og segði at hann kundi lukta at Satan hevði verðið her. Venesuela hevur verið rættiliga ófriðarligt í februar 2014; bæði viðhaldsfólk hjá Nicolás Maduro forseta og andstøðan hava verið í gøtunum og mótmælt. Tað sum byrjaði fyrst í februar sum mótmælir frá lesandi hevur spreitt seg til at gerast eitt umfatandi mótmæli móti støðuni í landinum, har fátækradømi er umfatandi, og kriminaliteturin er høgur. Tað verða t.d. dripin umleið 25.000 fólk í Venesuela hvørt einasta ár. Tey krevja at Nicolás Maduro leggur frá sær tí tey halda ikki at hann loysir politisku trupulleikarnar í landinum. Maduro tók við sum forseti aftaná Hugo Chavez, tá hesin doyði. USA hevur ikki vilja samstarva við Venesuela í fleiri ár, og støðan versnaði herfyri tá Maduro sendi nakrar ameikanskar sendimenn av landinum í 2013. Harry Potter. Harry Potter eitur ein røð av sveimbókmentum, sum bretski rithøvundin J.K. Rowling hevur skrivað. Tær snúgva seg um tannáringin Harry Potter, sum dugir at ganda. Tær ganga mest fyri seg á Hogwarts (skúlanum fyri gandakynstur og galdralist), sum er ein skúli fyri ungar gandakallar og ungar heksir. Tær eru mest um bardagan millum Harry og tann ónda gandakallin Voldemort, sum drap foreldrini hjá Harry sum lið í ætlanini at yvirtaka gandaheimin. Filmar eru givnir út um allar bøkurnar. Bøkurnar um Harry Potter hava fingið status sum ongar aðrar barnabøkur, fleiri enn 300 miljónir eintøk seld. Bøkurnar um Harry Potter eru týddar til føroyskt av Gunnari Hoydal (I-III), Maluni Háberg (IV) og Bergi Rasmussen (V-VII). Harry Potter filmarnir. Harry Potter bøkurnar eru eisini filmatiseraðar. Uni Arge. Uni Jógvansson Arge (f. 20. januar 1971) er føroyskur blaðmaður, fyrrverandi fótbóltsleikari og landsliðsleikari, hondbóltsleikari, tónleikari, tónasmiður, sangari og rithøvundur. Uni leikti 105 dystir fyri Kyndil og skeyt 693 mál. Hann er næstformaður í Kyndli. Tá hann spældi fótbólt, so leikti hann øll árini í Føroyum við HB. Hann hevur eisini spælt uttanlands, 1998-99 spældi hann við íslendska felagnum Leiftur, frá 1999 til 2000 spældi hann við danska felagnum Aarhus Fremad, og í 2000 spældi hann við íslendska felagnum ÍA Akraness. A-landsliðs leikari í fótbólti. Uni Arge hevur spælt 37 A-landsdystir fyri Føroyar í tíðarskeiðnum 1992-2002. Uni skoraði 8 mál fyri Føroyar í 37 landsdystum. Tónleikaútgávur. Í oktober 2007 gav Uni út fløguna "Mitt í sjónum". Í 2009 gav hann út fløguna Meldurtíð. Keldur. Arge, Uni Arge, Uni Arge, Uni Jens Martin Knudsen. Jens Martin Knudsen (11. juni 1967) var føroyskur fótbóltsspælari til 2007 og er nú venjari. Jens Martin hevur A-venjaraútbúgving. Í 2012 var útgivin bók við ævisøguni hjá Jens Martini Knudsen við heitinum "Maðurin við topphúgvuni", Sprotin gav bókina út, Uni Holm Johannesen skrivaði bókina.. Altjóða fótbólts lívsleiðin. Jens Martin Knudsen man vera heimsins kendasti málmaður í topphúgvu. Hann hevur verið landsliðsmálmaður mong ár og hevur eisini verið málmansvenjari og hjálparvenjari hjá føroyska A-landsliðnum fyri menn. Sum landsliðsmálmaður hevur Jens Martin Knudsen spælt 65 dystir fyri Føroyar, bara Fróði Benjaminsen, Óli Johannesen og Jákup Mikkelsen hava spælt fleiri A-landsdystir fyri Føroyar enn Jens Martin. Fótbólts lívsleiðin (feløg). Jens Martin Knudsen hevur spælt við føroyskum og útlendskum fótbóltsfeløgum. Málmansvenjari og hjálparvenjari hjá A-landsliðnum. Jens Martin Knudsen hevur verið málmansvenjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum í fleiri ár. 25. januar 2008 varð hann eisini settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, hann avloysti tá John Petersen (fótbóltsleikari). Ársins málverji. Jens Martin hevur fleiri ferðir verið kosin Ársins málverji í føroyskum fótbólti. T.d. í 2001 og 2002. Útvortis ávísingar. Knudsen, Jens Martin Knudsen, Jens Martin Knudsen, Jens Martin Knudsen, Jens Martin Allan Mørkøre. Allan Mørkøre (føddur 22. nov. í 1971) er ein føroyskur fótbóltsspælari (miðvallaleikari) og venjari. Allan er mest kendur frá føroyska landsliðnum, hann hevur millum annað skorað móti dananum Peter Schmeichel, sum var málmaður á danska fótbóltsmanslandsliðnum og bæði í 1992 og 1993 varð útnevndur heimsins besti málmaður. Allan er útbúgvin pedagogur og hevur arbeitt á barnagarði í fleiri ár. Beiggi Allan, Kurt Mørkøre, er eisini kendur frá føroyska A-landsliðnum í fótbólti. Leikari á føroyska A-landsliðnum. Allan Mørkøre hevur spælt 54 dystir fyri føroyska landsliðið í tíðarskeiðnum 1990 til 2001. Hetta tíðarskeiðið hevur Allan skorað eitt mál fyri Føroyar. Venjari. Allan Mørkøre var leikandi venjari hjá bestu deildini hjá AB í nøkur ár, fram til 2010 Síðsta árið spældi hann ikki við liðnum. Í august 2010 gjørdist Allan Mørkøre høvuðsvenjari hjá B36. Sigfríður Clementsen var venjari áðrenn hann. Í 2011 var hann venjari hjá næstbesta liðnum hjá HB. Í 2012 er hann venjari hjá B71, sum spælir í 1. deild. Útvortis ávísingar. Mørkøre, Allan Mørkøre, Allan Mørkøre, Allan Mørkøre, Allan Tynwald. Skjaldarmerki hjá Isle of Man Tynwald (á mannskum: Tinvaal) er gamla navnið a lógar-tinginum á Mann, tað formliga navnið nú á døgum er High Court of Tynwald. Gamla navnið er runnið úr norrønum, "Þingvǫllr", og er av sama uppruna sum íslendska orðið "Þingvellir". Tynwald er eitt parlament við tveimum kømrum. Á hvørjum árið er hátíðarhald í býnum St. John's, sum liggur mitt á oynni. Hátíðarhaldið er vanliga 5. juli og er hildið uttandura. Burtursæð frá hesum degi, tá tingið er flutt til St. John's, so halda bæði kømrini til í Douglas. House of Keys tekur sær mest av at smíða lógir. Legislative Council hevur 11 limir og er lóggevandi. Limirnir mugu vera í minsta lagi 21 ára gamlir og búgva á Mann. Átta av teimum eru valdir av undirhúsinum, Keys. Tað eru tríggir fastir limir: Biskoppurin av Sodor og Man, Forsetin av Tynwald og Stjórnaradvokaturin. House of Keys hevur beinleiðis valdir limir, 24 í tali. House of Keys varð fyrstu ferð nevnt í søguligum skjølum í 1417, sum varð skrivað av einum enskum vísindamanni, sum skrivaði á latíni um "Claves Mann and Claves Legis" ("The Keys of Mann" og "The Keys of Law"). Kvívíks Jógvan. Joen Danielsen (nevndur "Kvívíks Jógvan" og "Kvívíkar-Jógvan") (* 11. juni 1843 í Kvívík - † 2. mai 1926 við Gjógv). Hann vaks upp saman við Jóani Peturi upp í Trøð. Var m.a. húskallur í Mikladali og á Selatrað, áðrenn hann giftist og búsettist við Gjógv. Eingin skipað skúlagongd var í bygdini tá, men hugaður sum drongurin var fyri bókini, lærdi hann seg sjálvur at lesa bæði føroyskt og danskt. Í 1855 gjørdist V. U. Hammershaimb prestur í Norðstreymoy og flutti inn á Kirkjuteigi í Kvívík. Jógvan var tá 12 ára gamal, og skjótt leitaði hann sær í prestagarðin, har bøkur vóru at fáa til láns. Tá Jógvan var komin til mans, fór hann út á ymsar bóndagarðar at tæna, og seinni fór hann til skips. Á vetri 1872 varð hann biðin til húskall norðuri við Gjógv; her fekk hann sær konu, tey giftust í 1875, og her búði hann til deyðadags 1926. Kvívíks-Jógvan var komin væl upp í árini — mundi liggja um 50 ára aldur — tá hann steig fram sum yrkjari. Partvíst yrkti hann sangir, ið lovprísa føðilandi og móðurmáli, partvíst yrkti hann kvæði og tættir, kendastu teirra eru»Kópakvæði«og»Trolara-tátturin«. Tað nógva av tí, hann hevur yrkt, er savnað saman í bókini»Yrkingar«, ið felagið Varðin gav út í 1926. Sagt verður at nógvar av yrkingum Kvívíks Jógvans, fórust við tað at nógv bleiv brent vegna tuberklar í húsinum. Dagblaðið. Dagblaðið var Føroya fyrsta rættiliga dagblað og síðan oktober 2015 hevur Dagbaðið verið ein internet tíðindaportalur. Tað var eitt politiskt óheft blað, ið legði dent á tíðindaflutning. Tað kom út frá 28. juli til 1. september 1934 heilar 6 ferðir um vikuna. Tá Vinnuflokkurin var stovnaður í 1935 tørvaði honum eisini eitt málgagn, eitt blað. Blaðið fekk navnið Dagblaðið, men tykist ikki hava havt annað til felags við fyrra Dagblaðið enn navnið. Eftir at Vinnuflokkurin legði saman við einum parti av Sjálvstýrisflokkinum í 1939 og Fólkaflokkurin varð stovnaður, gjørdist Dagblaðið málgagn Fólkaflokins. Eftir at Óli Breckmann hevði tikið við sum blaðstjóri í 1975 varð roynt at nútímansgera blaðið við at leggja størri dent á tíðindaflutning og vinnulív og minni dent á flokstilknýti, og í 1977 var blaðið næststørsta blað í Føroyum. Ætlanin helt tó ikki, og síðan seinast í sjeytiárunum hevur Dagblaðið umboðað ytsta høgravongin í føroyskum politikki. Dagblaðið kom í fíggjarligar trupulleikar í 1990-árunum og steðgaði útgávuni í 1994. Frá 1997 kom blaðið aftur út í nøkur ár, til blaðútgávan aftur steðgaði. Slóðir úteftir. Dagblaðið DNA. Bygnaðurin av einum petti av DNA. DNA ella DNS er stytting fyri deoksyribonukleinsýra (sýra = acid á enskum). DNA er ein nukleinsýra sum goymir arvfrøðiligu leiðbeiningarnar fyri menningina av eini kyknu ella virusi. DNA er ein long røð av nukleotidum sum stýra raðfylgjuni av aminosýrum í proteinum ígjøgnum arvfrøðiligu koduna. DNA er, sum sagt, ein røð av nukleotidum. Hvør nukleotid inniheldur ein nukleinbasa, ein sukurbólk (2'-deoxyribosa) og ein phosphatbólk. Nukleinbasin kann vera adenin (A), guanin (G), sytosin (C) ella thymin (T). DNA er uppbygt sum ein dupultur snyril (spiralur), við eini breiðari kloyvu og eini smalari. DNA verður margfaldað í eini prosess nevnd replikatión, avritað til RNA í eini prosess nevnd transskriptión, og síðani verða protein framleidd út frá RNA í eini prosess nevnd translatión. Keldur. Watson, J., Crick, F. Molecular Structure of Nucleic Acids: A Structure for Deoxyribose Nucleic Acid. Nature 171, 737–738 (1953). Aminosýra. Aminosýrur eru øll mýl, ið hava bæði ein amin- og ein karboksylsýrubólk. Ofta verður heitið aminosýra tó nýtt um α-aminosýrurnar, t.e. har amin- og karboksylsýrubólkurin eru bundin at sama karbonatomi. Almenni frymilin fyri eina α-aminosýru er NH2-CHR-COOH, har R er ein síðuketa, sum er serstøk fyri tær ymisku aminosýrurnar. Aminosýrur eru byggisteinarnir í proteinum. Tað finnast 20 α-aminosýrur í proteinum (sí niðanfyri), hesar verða nevndar tær proteinogenu aminosýrurnar. Av teimum eru 10, sum eru neyðugar at fáa inn við kostinum hjá menniskjum (essentiellar, merktar við * niðanfyri), meðan hinar 10 kunnu framleiðast av kroppinum. Tó eru arginin og histidin bert essentiellar hjá smábørnum, tí kroppur teirra ikki klárar at byggja nokk av teimum. Aminosýrurnar verða ofta nevndar við eini trý-bókstav ella ein-bókstav stytting (sí niðanfyri). Świnoujście. Świnoujście er ein býur í Póllandi í søguliga landslagnum Pommern. Fólkatalið er umleið 40.000. Býurin er á norðurstrondini og tætt við markið til Týskland. Býurin liggur á oyggunum Wollin, Uznam og Karsibór. Býurin hevur ferjusamband við Ystad, Malmö, Rønne og Keypmannahavn. Thiamin. Thiamin ella vitamin B1 er eitt litleyst evni við frymilinum C12H17N5O4S. Tað kann upploysast í vatni, men ikki í alkohol. Thiamin er alneyðug í niðurbrótingini av kolhydratum. Thiamin verður í kroppinum gjørt um til thiamin pyrophosphat (TPP), ið er eitt coensym fyri allar dekarboksyleringar av α-ketosýrum t.d. pyruvat dehydrogenase, α-ketoglutarat dehydrogenase og transketolase. Thiamin finst serliga í korni, bjølgum (t.d. ertrar og bønir), soltnum kjøti, mjólk og í osti. Thiamin verður brúkt til at umskapa kolhydratir til drúvusukur (glukosu). Tá drúvusukur verður umskapa í kroppinum, skapast orka, sum er týdningarmikil fyri hjarta, heilan og vøddarnar. Mangul. Mangul av thiamin kann elva til nervadegeneratión, svinn og deyða. Mangulin kann m.a. koma av rúsdrekkamisnýtslu og skeivari føði ella hungri. Tekin uppá thiaminmangul eru versnaður matarhugur, møði, ørkymlan og konsentratiónstrupulleikar. Viðvarandi mangul kann elva til sjúkurnar beriberi og Korsakoffs sinnissjúku. Mangul er tó sera óvanligt og sæst her á landi bert hjá persónum við stórari rúsdrekkamisnýtslu. Prestagarðurin á Nesi. Gamli prestagarður á Nesi, Eysturoy; nú Bygdarsavn Prestagarðurin á Nesi er bygdur í 1863. V.U. Hammershaimb læt nýggjan prestagarð byggja eftir tekning hjá konu síni, Elisabeth Christiane Augusta, f. Gad. Prestagarðurin var tá næststørsta hús í landinum, aftan á amtmansborgina í Havn. Er nú bygdarsavn fyri Nes og Toftir. Jóan Petur Gregoriussen. "Tveir yrkjarar úr Kvívík", Jóan Petur uppi í Trøð er á tí niðaru myndini. Jóan Petur Gregoriussen (1. juni 1845 - 15. november 1901) var føddur í Kvívík. Hann verður vanliga nevndur Jóan Petur uppi í Trøð. Jóan Petur var til skips um várarnar og heystarnar undir Íslandi. Hann átti eitt sindur av jørð, sum hann røkti, og umframt hetta tókst hann við at smíða. Jóan Petur var sera virkin í tjóðskaparrørsluni, ið tók seg upp í Føroyum í 1890árunum, og yrkti mangan til fólkafundir, sum tá vóru hildnir víða um í landinum. Hann yrkti føðilandssangir og kvæði. Eisini yrkti hann vísuna um "Vaagen" og ta føroysku brúðarvísuna: "Várharra hann segði, tað er ikki gott". Tað mesta, sum hann skrivaði, kom út í savninum "Yrkingar" (1928). Har stendur yrkingin "Eitt heim" eisini. Norðskálatunnilin. Norðskálatunnilin er elsti tvíbreytaði tunnil í Føroyum. Hann varð tikin í nýtslu 20. august (?) 1976. Tað var byggifelagið E. Pihl & søn, sum stóð fyri byggiarbeiðinum fyri Landsverkfrøðingin. Tunnilin er 2520 m. langur og gongur gjøgnum vestaru fjallarøðina í Eysturoynni. Vestanífrá fer hann inn omanfyri bygdina við Norðskála og kemur út aftur millum Fjarða nakað nær Funningsfirði. Norðskálatunnilin knýtir soleiðis Sundalagið og veganetið millum Fjarða og út á Skálafjørðin saman. Saman við brúnni um Streymin, ið var tikin í nýtslu í 1973, er norðskálatunnilin partur av meginsamferðsluæðrini í Føroyum. Brúgvin um Streymin. Brúgvin um Streymin er einasta brúgv millum oyggjar í Føroyum. Brúgvin um Streymin er tvørtur um Sundalagið millum Eysturoynna og Streymoynna, har tað er smalast - millum bygdirnar Oyrarbakka og Norðskála á Eysturoynni. Brúgvin, sum er 220 metrar long, varð tikin í nýtslu í 30. oktober 1973. Tað var byggifelagið E. Pihl & Søn, ið stóð fyri arbeiðinum. Hæddin undir brúnni er 18 metrar í siglingarrennuni (sbr. Kort 84: "Færøerne, Havne og ankerpladser", Kort- og Matrikelstyrelsen 2002), og har er ? m. Saman við Norðskálatunlinum, sum varð tikin í brúk 3 ár seinni, er hon partur av meginferðsluæðrini í Føroyum. Brúgvin um Streymin fyllir 40 ár Sama dag sum kenda brúgvin um Bosporussundið í Turkalandi, ið knýtir Evropa og Asia saman, var liðug, læt Brúgvin um Streymin upp fyri almennari ferðslu. Týsdagin 30. oktober 1973 var hátíðardagur bæði í Sundalagnum og í Istanbul, tí tá vórðu ávikvist Brúgvin um Streym og brúgvin um Bosporus-sundið tiknar alment í nýtslu. Hóast stórur munur í stødd, so mundi týdningurin av nýggja sambandinum í Sundalagnum vera líka stórur fyri okkum føroyingar, sum fasta sambandið um Bosporus-sundið var fyri turkar. Brúgvin um Streymin var samstundis fyrsta brúgvin fyri bilferðslu um Atlantshavið, og kostnaðurin fyri tátíðar størstu føroysku verkætlan nakrantíð, var umleið 14 mió. krónur. Tað tók hálvtriðja ár at gera brúnna. Arbeiðið at gera undirstøðið byrjaði í mars 1971, og hálvttriðja ár seinni stóð brúgvin liðug. Brúgvin er 220 metrar long, 9,5 metrar breið (er síðani breiðkað við eini gongubrúgv) og 17 metrar høg. Frammanundan var ein byrging gjørd um sundið í 1970. Í 1950 var ferðatíðin av Eiði til Havnar fýra tímar, men síðani brúgvin kom – og seinni eisini Kollfjarðartunnilin – tekur hetta minni enn ein tíma. Menningin av hesi farleið legði sostatt lunnar undir ein nýggjan hátt at búleikast í Føroyum, tí tað ikki í sama mun longur var neyðugt at búgva, har arbeiðsplássið var. Trý ár eftir, at Brúgvin um Streymin var liðug, kom Norðskálatunnilin, og enn fleiri føroyingar fingu tá fulla gleiði av brúnni. Sundalagið gjørdist tá høvuðsferðsluæðrin í Føroyum, tí nærum alt samband millum norður, suður, eystur og vestur – nú dagliga umleið 4.500 bilar – fara um hesa farleið. Brúgvin um Streymin hevur tí havt avgerðandi týdning fyri menningina av føroyska samfelagnum. Fyri fáum árum síðani varð brúgvin dagførd, og er nú sum nýggj. Í sambandi við høvuðsumvælingina, sum var liðug í 2011, varð nýggj gongubrúgv, sum er fest í norðaru brúgvasíðu, tikin í nýtslu. Hetta hevur gjørt tað trygt hjá fólki at ganga og renna tvørturum, tí tey nú ikki koma í samband við koyrandi ferðsluna. Fleiri hundrað skúlabørn, lærarar, barnagarðsbørn og pedagogar úr teimum ymsu skúlunum og dagstovnunum í Sunda Kommunu vóru komin til hátíðarhaldið, sum varð hildið 10. mars 2011, har tey gingu eftir gongubrúnni veittrandi við føroyskum fløggum. Umvælingin av Brúnni um Streym kostaði umleið tað sama, sum tað kostaði at byggja hana í síni tíð. Roknað til nútíðarprís hevði brúgvin kostað umleið 75 mió. krónur. Til samanberingar kostaði brúgvin um Bosporus 200 mió. amerikanskar dollarar. Dagsins prísur hevði verið 1,05 mia. dollarar, sum svara til stívar 5,7 mia. krónur. Lesið søguna um Brúnna um Streymin í 60 ára jubileumsbókini um Landsverk frá 2008 undir heitinum "Mynstur broytast" frá síðu 254-261.. Bátasmiður. Ein bátasmiður er ein smiður sum smíðar bátar. Tað er gamalt handverk í Føroyum. Verland Johansen. Verland Johansen (1911 - 1989), orgulsmiður. Umframt at hava bygt fleiri av orglunum í føroyskum kirkjum, máldi hann neyvt upp 31 føroyskar bátar. Hetta arbeiðið hevur givið virðismikla vitan um føroyskt bátasmíð. Hann var faðir til ríthøvundin Oddvør Johansen. Skipskronometur. Eitt skipskronometur er ein serliga neyv klokka, ið kann nýtast til at rokna navigatión eftir. Í 1714 lovaði enska parlamentið 3 virðislønir, ávikavist 10 túsund, 15 túsund og 20 túsund £ til tann, ið kundi konstruera eitt ur, sum var so beint, at geografiska longdin á eini 3 vikur langari sjóferð kundi ásetast við ávikasvist 60, 40 og 30 sjómíl neyvleika. John Harrison (1693 - 1776) brúkti meginpartin av lívinum at konstruera skipskronometur. Í 1762 varð eitt av hansara skipskronometrum roynt á eini ferð úr Onglandi til Jamaika, og tá skipið var aftur í havn í Portsmouth, varð staðfest, at tað var minni enn 2 minuttir skeivt. Tað gav ein geografiskan neyvleika uppá 18 sjómíl, og við hesum prógvi kravdi John Harrison ta gomlu virðislønina útgoldna. Eftir drúgva togtogan fekk hann í 1773 útgoldið tey 20.000 pundini. Hann var tá 80 ára gamal. Julianski kalendarin. November 1614 í julianska kalendaranum. Julianski kalendarin varð brúktur í Rómverjaríkinum síðan 45 f.Kr.. Hann varð seinni brúktur í næstan øllum vesturheiminum til 1582. Síðan varð hann skiftur út, stig fyri stig, við gregorianska kalendaran. Julius Cæsar, keisari í Rom (deyður ár 44 f.Kr), dagførdi tann kalendaran, ið hevði verið nýttur í Rom. Frammanundan hevði verið nýttur ein mánakalendari við 12 mánaðum - (mánamánaðum). Árið var tí ov stutt, og av og á vórðu so eyka dagar lagdir afturat. Eftir ferð í Egyptalandi, har Julius Cæsar helst hevur havt høvi at fundast við teir lærdu í Alexandria, gjørdi hann av at skifta til nýggjan kalendara; við tað at árið er umleið 365,25 samdøgur, skuldi árið verða 365 dagar í 3 ár og 366 dagar 4. árið. Árið við eyka degnum kalla vit leypár ella skotár. Skiftið var gjørt við, at ár 46 f.Kr. varð longt við 80 døgum - partvís lagdir inn efti februar mánað og partvís millum november og desember. Hetta árið varð soleiðs 445 dagar. Hesin kalendarin - uppkallaður eftir Juliusi - varð galdandi til 1582, tá Gregorius XIII pávi innførdi nýggjan kalendara, gregorianska kalendaran. Í Føroyum var tann julianski kalendarin brúktur fram til og við 16. november 1700. Augustus. Gajus Julius Cæsar Octavianus (23. september 63 f.Kr. - 19. august 14 e.Kr.), kendur sum Octavian ella Augustus, var rómverskur keisari 31 f.Kr. - 14 e.Kr.. Hann verður roknaður sum fyrsti rómverski keisarin og sum tann, ið stovnaði principatið. Wilamowiciskt mál. Wymysorys ella Wilamowiciskt ("Wymysöryś") er eitt málføri av miðalhátýskum, ið verður tosað í býnum Wilamowice (Wymysoj á Wymysorys) á markinum millum Slesia og Minna Pólland. Í dag eru umleið 100 føddir nýtarar av wymysojer, meirilutin eru gomul fólk, og tískil er málið hótt. Søga. Wymysorys er, sum tað sær út, komið av miðtýskum úr 12. øld við sterkari ávirkan av lágtýskum, niðurlendskum, frísiskum, pólskum og fornenskum. Íbúgvarnir í Wilamowice verða hildnir at vera ættaðir frá niðurlendskum, týskum og skotskum niðursetufólkum, ið komu til Póllands í 13. øld. Íbúgvarnir í Wilamowice hava altíð noktað sambandið við Týskland og víst á niðurlendska upprunan. Wymysorys var talumálið í Wilamowice til 1945–1949. Eftir 2. veraldarbardaga, bannaðu kommunisktisku myndugleikarnir nýtsluna av málinum. Hóast bannið fór úr gildið eftir 1956, tekur pólskt meira og meira yvir eftir wymysorys, serliga millum tey ungu. Wymysorys var málið, ið skaldskapurin hjá Floriani Biesik er skrivaður á, í 19. øld. Niklasarmessa. Niklasarmessa er 6. desember. Dagurin er minningardagur til minnis um Santa Nikolaus frá Myra í Lítlaásia, sum var biskupur í fyrru helvt av 4. øld. Hann doyði 6. desember millum ár 345 og 351. Navnið "Nikolaus" verður við tíðini til Claus, og soleiðis verður Santa Nikolaus til Santa Claus, sum jólamaðurin kallast á enskum. Vanligt hevur verið at koyra veðragjólingar út at brunda á niklasarmessu, 6. desember. Brundtíðin endar so á trettanda. Jólamaðurin. Tekning frá 1881 eftir Thomas Nast ið, saman við Clement Clarke Moore, hjálpti til við at skapa nýmótans felagsímyndina av jólamanninum (Santa Claus). Jólamaðurin, stundum nevndur jólanissan ella bara nissan, er ein norðurlendsk útgáva av amerikanska Santa Claus, ið aftur hevur røtur í niðurlendska Sinterklaas ella "Sint Nicolaes". Upprunin til "Sint Nicolaes" er Santa Nikolaus frá Myra, sum Niklasarmessa verður hildin til minnis um. Vanliga er jólamaðurin avmyndaður sum ein førur, kátur, hvítskeggjutur maður – stundum við brillum – í reyðum koti við hvítum kraga og ermakvarðum, reyðum buksum við hvítum buksufaldum, og svørtum leðurbelti og styvlum. Hendan ímyndin av jólamanninum, gjørdist vælumtókt í USA og Kanada í 19. øld, orsakað av eini yrking eftir Clement Clarke Moore "“A Visit From St. Nicholas”", og av tekningum hjá Thomas Nast. Hendan ímyndin hevur hildið sær og er styrkt gjøgnum sangir, útvarp, sjónvarp, barnabøkur og filmar. Kristnar siðvenjur (traditiónir). Russisk halgimynd (icon) av Sankta Nicholasi frá 1294. Siðvenjan við jólamanninum byggir á søgnina um tað kristna halgimennið Sankta Nicholas (Sankta Niklas), sum var biskupur í havnabýnum Myra í Lykia, í núverandi Turkalandi í 3 øld. Hann skal hava verið tiltikin gávumildur, og hjálpt nógvum familjum í neyð. Millum annað skal hann í loyndum hava givið tríggjar posar við gulli til ein mann sum átti tríggjar døtur, men ikki hevði ráð at geva teimum heimanfylgju (medgift)‚ tá tær skuldu giftast.Niklas var verndarhalgimenni fyri millum annað børn og ung. Í 1200-talinum varð tann stóra barnafestin i Frankaríki løgd á minnisdegi Sankta Niklasar tann 6. desember, áNiklasarmessu. Henda fest spjaddi seg við tíðini til onnur lond í Evropa. Siðurin var m.a. at geva smáar gávur, sokallaðar "Niklas-gávur", og ofta var tað Niklas sjálvur, ið kom við gávunum. Við síðuna av hesum siði uppstóð ein tilsvarandi fólksligur siður í 1400-talinum har Niklas kom heim til fólk við gávum. Innan protestantismuna, bleiv tann katólski Niklas-figururin sæddur sum ein kappingarneyti til tann veruliga jólaboðskapin, og har bleiv hann útskiftur við Jesusbarnið (Christkind) ella ein protestantiskan ella sekuleran Jólamann á fleiri støðum. Heidni upprunin. Sambært germansku gudalæruna (sum m.a. umfatar ta norrønu gudalæruna) plagdi Óðin at ríða á áttabeinta rossi sínum Sleipni, ið kundi leypa long strekki; hetta kann samanlíknast við reinsdjórini hjá jólamanninum, ið dragsa gávufyltu sletuna hjá jólamanninum eftir himmalhválvinum. Óðini varð eisini givin mong nøvn, ið benda á ein gamlan hvítskeggjuntan mann, m.o. "Síðgrani", "Síðskeggr", "Langbarðr" (ið øll merkja ’síðskeggjutur’) og "Jólnir" (Jólamaðurin). Um jóltíðir plagdu børn at seta styvlar fyltar við sukri, gularótum ella hoyggi til rossið Sleipnir hjá Óðini, og afturfyri gav hann teimum góðgæti ella gávur. Framvegis seta børn í Týsklandi, Belgia, Niðurlondum og pørtum av Frankaríki, skógvar fram, ikki til Óðins, men til kristna Sankta Niklas. Í øðrum londum, m.ø. Føroyum, eru styvlarnir skiftir út við hosur, ið verða hongdar upp so jólamaðurin kann koyra gávur í tær um náttina. Jólamaðurin í Norðurlondum. Jólamaðurin kom til Norðurlond í seinnu helvt av 1800-talinum, og avloysti so við og við tann eldra ”jólabukkin” í leiklutinum sum gávuútberi jólaaftan í øllum norðurlondunum. Jólabukkurin, ella Jólageitin, er stórt sæð bara kendur frá Skandinavia (tó ikki Føroyum). Upprunin til jólabukkin er ókendur, men siðurin er elligamal og er jólabukkurin ein tann elsta ímyndin av jólum í skandinavia. Eitt boð uppá upprunan til jólabukkin er at tað var gamal víkingasiður at offra ein geitarbukk um jóltíðir, við ynskjum um at fáa eitt gott nýtt ár; eitt annað boð er at jólabukkurin stavar frá miðaldarligum kirkjuligum jólaspæli, ið ofta eisini hevði ein djevul við hornum, ið líktist einum hornutum geitarbukki.Í Svøríki verður jólamaðurin róptur "Jultomten", í Danmark "Julemanden", í Noregi "Julenissen," í Íslandi "Jólasveinn", í Grønlandi "Juulimaaq" og í Finlandi "Joulupukki" har geitarbukksnavnið er varðveitt ("pukki" merkir bukkur), og á finnlandssvenskum "julgubben".Norðurlendsku nissurnar byggja í grundini á vættrar, ið onki samband hava við Sankta Niklas, men tær eru blivnar knýttar at honum við nissu-navninum, sum kemur frá tí norðurlendska forminum av Niklasi, "Niels" – tvs. "jólaniels" bleiv til "jólaniss". Frá endanum av 1800-talinum vórðu tær smáu garðsnissurnar (vættrarnir) ofta avmyndaðar sum ‘jólanissur’, serliga á jólakortum, og í dag eru tær smáu skeggjutu nissurnar ímyndin av jólunum. Jólamaðurin í Føroyum. Nútíðar føroyski jólamaðurin ella jólanissan er av donskum uppruna, komin við danskari mentan, vikubløðum v.m. til Føroya í 20. øld. Roynt hevur verið at føroyska henda danska jólamannin eftir íslendskari fyrimynd, har jólamaðurin verður sagdur at vera "“ein góðvættur, ið sigst bera børnum gávur á jólum - ella fólk, ið er ílatið sum slík”". Eisini hava føroyskir jólamenn fingið nøvn sum ‘Kertustubbi’, ‘Greytasleikur’ og ‘Kjøtkrókur’ eftir íslendskum leisti, men hesi nøvn koma fyrst á skrift í Íslandi í 1860, og eru sostatt eini 1600 ár yngri enn Niklas navnið. Eisini er íslendski ‘jólakøtturin’ vorðin til føroyska jólafrensin ‘Halaleysi’, tó hevur íslendska ‘grýlan’ ikki fingið innivist í føroysku jólunum. Marius Johannesen roynir í sanginum "Eg eri jólamaðurin..." at lata jólamannin í føroysk klæðir og búgva í heyggi eins og huldufólkini: "Eg eri jólamaðurin við stórum gráum skeggi, í koti og svørtum knæbuksum, eg búgvi í hulduheyggi." Ein siður ið hevur tikið seg upp seinastu árini er, at føroysku jólamenninir nú koma til landið við eini føroyskari slupp; hóast onga ávirkan haðani, so minnir hetta um Sinterklaashaldið í Niðurlondum, har Sinterklaas kemur til Niðurlong við einum dampskipi. Eisini føroysku vættrarnar eru vorðnar til nissur; Orðabókin sigur um nissu: "nissa: vættur ið heldur til nær menniskjum t.d. í úthúsum (hildin at vera lítil gráklæddur maður í reyðari topphúgvu og við skeggi)"," - stundum verður jólamaðurin eini róptur jólavættur, og nissurnar jólavættrar. Jólamaðurin í enskmæltu londunum. Sambært nýmótans amerikanskari siðvenju, er jólamaðurin ein tjúkkur (førur) maður við kritahvítum síðum skeggi, klæddur í reytt við hvítum pelskantum og svørtum styvlum. Vanliga sigur hann eitt hjartaligt “Ho ho ho!”. Hann býr á Norðpólinum har hann framleiðir gávur saman við smáum hjálparum ella nissum. Jólanátt flýgur hann gjøgnum luftina í eini sletu ið verður dragsað av reinsdjórum, har kendasta reinsdjórið er "“Rudolf við tí reyðu nøsini”." Frá sletuni fer hann niður gjøgnum skorsteinskaminuna við jólagávum. Tað er vanligt at seta eitt sindur av mati fram til jólamannin. Jólamenn upptraðka ofta áðrenn jólaaftan í keypsmiðstøðum (sentrum) har teir ofta spyrja børn hvat tey ynskja sær til jóla, ella fyri at savna pengar inn til vælgerandi endamál.Tann enski og USA-amerikanski jólamaðurin byggja á ímyndirnar av tí káta jólaglaða “Father Christmas” frá bretsku oyggjunum og "Sinterklaas" frá Niðurlondum. Frásagnir, yrkingar og tekningar av jólamanninum, serliga yrkingin "A Visit From St. Nicholas" (ella "The Night Before Christmas") frá 1823, skaptu eina felagsmynd av jólamanninum í amerikansku siðvenjuni. Reklamutekningar fyri Coca-Cola í 1931, teknaðar av svenskamerikanaranum Haddon Sundblom, gav gjøgnumbrot fyri tann reyð-hvíta búnan jólamaðurin er ílatin í dag – litirnir hjá Coca Cola.Jólamaðurin verður oftast róptur Father Christmas í Stórabretlandi, meðan hann í USA verður róptur Santa Claus, ein anglifisering av tí niðurlendska Sinterklaas, tvs. Sankta Nicholas. Hesin jólamaðurin er avmyndaður í óteljandi bókum og filmum, og haraftrat í jólaframsýningum og jólapynti, og er kendur um allan heimin. Jólamaðurin í Russlandi. Í tí gomlu russisk-ortodoksu kirkjuni var Sankta Nicholas hitt mætasta halgimennið, og kom hann eisini við gávum har. Í Russlandi er tað tó Ded Moroz (Дед Мороз), tvs. ”Abbi Frost” (ella Frostabbi) ið hevur leiklutin sum jólamaður. Hann hevur ein gandastav og deilir gávur út til børn á nýggjárinum, ofta saman við abbadóttur síni Snegurotsjka (Снегурочка) á føroyskum «Snjómoyggin». Abbi Frost kemur eisini fyri í týskari siðvenju, har hann verður róptur "Väterchen Frost". Undir kommunismuni varð Ded Moroz fyrst bannlýstur, men seinni bleiv hann m.a. brúktur í mentanarpolitiskari propaganda, sum ein mótsetningur móti tí dekadenta (forfalna) vesturlendska jólamanninum, og var tá nærum altíð klæddur í bláan kappa (kot). Bústaður jólamansins. Fleiri lond siga seg hýsa heimstaðnum hjá jólamanninum. Tá danskt sjónvarp sendi jólarøðina (seriuna) "”Nissebanden i Grønland”" í 1989, uppstóð ein nýggj mýta – at húsini hjá jólamanninum liggja í Umanak á vesturstrond Grønlands. Norðmenn siga at jólamaðurin býr í Drøvbakk, sviar at hann býr í bygdini Mora, har tað eisini er ein park nevnd Tomteland, meðan finnar siga hann býr á fjallinum Korvatunturi í landnyrðings-Finnlandi, men hetta plássið hevur fingið kapping frá einum øðrum plássi í Finnlandi, Rovaniemi, har ein Santa Park opnaði í 1998, og royna finnar at fáa ES at góðtaka hetta sum almenna heimstað jólamansins. Sambært norðuramerikanskari siðvenju, so býr jólamaðurin á Norðpólinum, og gav kanadiska stjórnin jólamanninum (Santa) kanadiskan ríkisborgaraskap tann 23 desember í 2008. Men eisini muslimska Turkaland ger (helst tað mest legitima) krav uppá bústað jólamansins, nemliga í heimstaði kristna Sankta Niklasar Myra, nú Demre í Turkalandi. Í muslimska Turkalandi er jólamaðurin eisini vælumtóktur, har er hann kendur sum "Noel Baba" og gevur hann børnum gávur á nýggjárinum, tí turkar halda ikki kristin jól. Santa Nikolaus frá Myra. Santa Nikolaus frá Myra var biskupur í Myra (nú Antalya í Turkalandi) í Lítlaásia í fyrru helvt av 4. øld. Deyðadagur hansara, 6. desember, kallast Niklasarmessa. Hann doyði 6. desember millum ár 345 og 351. Hann var av ríkari ætt og var tiltikin at vera hjálpsamur og gávumildur, men varð fongslaður vegna trúgv sína undir Maximinius keisara. Hann sigst hava verið millum teirra, ið tóku lut á kirkjufundinum í Nikea ár 325. Santa Niklas var best umtókta halgimennið í miðøld, næst eftir Mariu moy, og hann var verndari hjá sjómonnum, børnum, ógiftum gentum, keypmonnum, advokatum, fiskimonnum, apotekarum, sløkkiliðsmonnum og fangum. Tað er tó gávumildni hjá Niklasi, sum hevur gjørt hann mest kendan og hevur givið íblástur til siðin at geva gávur henda dag. Martin Luther helt, at betri var at minnast Jesus við gávum enn halgimennið Niklas, og tí varð gávusiðurin fluttur til jólaaftan. Siðurin at geva gávur á Niklasarmessu livdi tó víðari, serliga í Hollandi, og við hollendingum, ið búsettust í USA, flutti hann vestur um hav, har siðvenjan kom í bland við enska Father Christmas. Navnið, Santa Nikolaus, styttist til Claus, og soleiðis verður Santa Claus til, sum jólamaðurin eitur á enskum. Hugmyndin at lata jólamannin koma ríðandi á sletu við reinsdjórum fyri er helst íblástur frá Tóri í norrønu gudalæruni, sum norðmenn, ið hava búsett seg í USA, hava havt við sær. Í 1087 stjólu italienskir sjómenn halgileivdirnar av Santa Niklasi úr Myra í Lítlaásia og tóku tær við sær til Bari í landsynnings Italia; tí verður hann eisini kallaður Santa Nikolaus frá Bari. Jólaevangeliið. a>, kap. 2, ørindi 1 til 20. Jólaevangeliið verður frásøgnin um Jesu føðing ofta nevnd. Vanligt er at lesa jólaevangeliið til jólaguðstænastu, kristilig jólahald og tílík tiltøk á jólum. Jesu føðing. "v1 Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal. v2 (Hetta fyrsta manntalið var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi). v3 Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína. v4 Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt, v5 at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn. v6 Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn. v7 Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum. Hirðarnir. v8 Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum. v9 Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir. v10 Og eingilin segði við teir:»Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. v11 Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! v12 Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.«v13 Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu: v14»Heiður veri Guði í hægsta himli, [og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!«] v15 Og tað hendi, tá ið einglarnir vóru farnir frá teimum aftur til himmals, tá søgdu hirðarnir hvør við annan:»Latum okkum nú fara beinanvegin til Betlehem og vita um hesi tíðindi, sum hend eru, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum.«v16 Og teir fóru við skundi hagar og funnu bæði Mariu og Jósef og barnið liggjandi í krubbuni. v17 Og tá ið teir sóu tað, søgdu teir frá teimum orðum, sum talað høvdu verið til teirra um hetta barn. v18 Og øll, ið hoyrdu tað, undraðust á tað, sum teimum varð sagt av hirðunum. v19 Men Maria legði sær øll hesi orð í geyma og hugsaði um tey í hjarta sínum. v20 Og hirðarnir fóru avstað aftur, og teir lovaðu og prísaðu Guði fyri alt tað, sum teir høvdu hoyrt og sæð, soleiðis sum tað hevði verið sagt við teir." Jól. Jólini eru fyrsta høgtíðin í kirkjuárinum. Jóladagur er 25. desember, og í Føroyum verða tveir jóladagar hildnir sum halgidagar - 25. og 26. desember. Seinasti dagurin framman undan jóladegi - tann 24. desember - kallast jólaaftan. Hann var fyrr vanligur arbeiðsdagur, men varð roknaður sum halgidagur frá kl. 18. Nú er jólaaftan frídagur í Føroyum, og mong byrja jólahaldið seinnapart jólaaftan. Jóladagur hevur altíð verið mikil høgtíðisdagur í Føroyum, og enn eru jólini størsta høgtíð føroyinga. Um okkara leiðir eru jólini ein gomul høgtíð, sum eisini varð hildin, áðrenn okkara forfedrar vórðu kristnaðir. Hesa ársins tíðina hátíðarhildu teir, at nú fór vend at koma í. Nú fór tann ljósa tíðin at koma. Í 336 e.Kr. gjørdu kirkjufedrarnir í Róm av, at 25. desember skuldi verða hátíðarhildin sum Jesu føðingardagur. Roynt varð at nevna høgtíðina kristmessu. Navnið vann ikki frama í Norðurlondum, men í t.d. Bretlandi og USA eita jólini "Christmas". Í Føroyum hátíðarhalda vit jólaaftan 24. desember, meðan meginparturin av kristna heiminum hátíðarheldur jólini 25. desember. Orðið jól. Orðið jól hevur óvissan uppruna. Møguliga er tað sama orðið sum hjól, og sipar tá til ársins gongd, tað støðugu endurtøkuna. Orðið jól er hvørkikynsorð í fleirtali. Vit siga "Jólini, tey...". Jólini í kristindóminum. Jólini eru høgtíðin til minnis um Jesu føðing. Hetta sæst aftur í t.d. enska heitinum, Christmas, Kristmessa. Um føðing Jesu lesa vit í Lukasar evangelium, kap. 2, ør. 1 - 20. Hetta brot verður ofta nevnt jólaevangeliið. Eisini Matteusar evangelium sigur í 2. kapitli frá Jesu føðing. Tá ið norðbúgvar høvdu tikið við kristnari trúgv um ár 1000, gjørdi kirkjan av, at jólini skuldu verða hildin sum føðingardagur Krists, 25. desember. Nakrir granskarar siga, at hendan dagfestingin ikki kann vera røtt, tí í desember mánaði liggur seyðurin ikki úti í Ísrael. Tað verður sagt, at tað var av praktiskum orsøkum, at kristna jólahátíðin var løgd til seinast í desember mánaði. Onki var nevnt í Nýggja Testamenti um árið, mánaðin ella mánaðardag. Hetta varð gjørt, so at tann heidna jólaveitslan skuldi fáa eitt annað innihald, at gera jólini til eina kristna høgtíð. Hetta er tað tíðarskeiðið í kirkjuárinum, tá flest gudstænastur verða hildnar í fólkakirkjuni og samstundis tað tíðarskeiðið, tá kirkjan verður mest vitjað. Jólini framman undan kristindóminum. Í Norðurlondum hildu forfedrar okkara heiðin jól, vetrarsólstøðu, sum eisini varð hildin gróðurgudinnuni Froyu til heiðurs. Jólahald er upprunaliga ein heiðin høgtíð at fagna, at aftur vendir móti ljósari tíðum. Í norðurlondum var henda høgtíð hildin í fyrst í januar, men í syðri londum var henda høgtíð hildin 25. desember. Í 4. øld (í 354?) valdi kirkjan at áseta fastan dag til høgtíðina til minnis um Jesu føðing, og tá var henda kristindómsins fagnarhøgtíð løgd á jólini, 25. desember. Tað elsta vit vita um jólahald í Norðurlondum er umleið 875, tá orðið er nevnt í sambandi við Harald Hárfagra. Hvussu hesi jól hava verið hildin fæst kanska ein ábending um í orðingum sum at "drekka jólini", sbr. td. kvæðaorðingina: "Gud man ráða, hvar vit drekka onnur jól". Uppruni jólanna. Sólstøðuhátíðin er møguliga tann elsta hátíð, sum menn hava hildið. Fyri 4000 árum síðani hildu fólk í Mesopotámíu 12 daga hátíð um vetrarsólstøðu. Hendan hátíð var hildin til at sýna gudinum Marduk heiður. Fólk í Mesopotámíu hildu at Marduk stríddist ímóti óndari megi hesar dagar. Persar og babýlóníumenn hildu hátíð, sum líktist og nevnist "Sacaea". Í ein dag skiftu trælir og húsbóndafólk um leiklut. Trælir gjørdust húsbøndur, og húsbóndafólk gjørdust trælir. Fólk í Evropa trúði, at illir andar, álvar og trøll vóru á ferð um jóltíðir, og tey gjørdu ritualir fyri at fáa sólina upp aftur. Íbúgvar í Norðurskandinaviu síggja ikki sólina í ein heilan mánað, og fólk fór til fjals fyri at finnasólina. Tá tey komu aftur við tíðindum um, at sólin var á veg, var hildin stór veitsla, og eldur var tendraður at bjóða sólini vælkomnari. Grikkar blótaðu Kronos um vetrarsólstøður og rómverjar hildu hatíð "Saturnusar", sum hevði tamarhald yvir gróðursemi jarðarinnar. Rómaríkið hevði vald yvir stórum parti av Evropu og londum kring Miðjarðarhav. Kristni var gjørd almenna trúgvin ár 380, men fólk vildi ikki halda aftur skemtaninni um jólini. Fólk vildi sleppa at dansa, fáa gávur og góðan mat við víni og hava glæsiligar sjónleikir. Gávurnar vóru ofta kertur. Saturnusarhátíðin var frá miðjum desember til 1. januar. Fólk arbeiddu minni og vóru tá ofta útklødd, gingu í skrúðgongu, ótu góðan mat, vitjaðu vinfólk og góvu gávur. Rómverjar pyntaðu heimið við livandi ljósum, sum hingu á grønum trøum. Tað hendi seg, at húsbóndafólk skiftu um arbeiði við trælir og borðreiddu fyri teimum. Smátt um smátt yvirtók kirkjan vetrarsólstøður og broytti hugmyndina um føðingadag ósigrandi sólar "dies natalis solia invicti" til føðingadag Jesu. Í gomlum døgum var ikki vanligt at halda føðingadag. Umleið ár 98 var føðingadagur Jesu hildin fyrstu ferð, og ár 138 gjørdi biskupur í Róm dagin til stórhátíðardag. Men tá tey ikki vistu neyva dagin, vóru dagar sum 2. januar, 6. januar, 23. mars, 28. mars, 18. apríl, 20. apríl, 20. maí, 17. november og 25. desember brúktir. Tann gamla kirkjan valdi 6. januar til føðingadag Jesu, tí tá kappaðist hon ímóti Osíris-Aion trúgv í Aleksandríu, sum hevði sína hátíð tá. Men ár 440 avgjørdi Júlíus pávi 1. at føðingadagur Jesu skuldi haldast tann 25. desember hvørt ár, men tað gjørdist ikki lóg, fyrr en ár 534. So hvørt sum kristnidómurin breiddist út um Evropu, tók hann upp siðir, sum vóru frá heidnari trúgv, so sum mistiltein, jólatræ og at kynda bál. Tann siður at hava jólatræ kann førast aftur til dyrkan av "ask yggdrasils" (-úr ásatrúgv). Tað var vani at pynta hús við grønum greinum um jólini, og geva øðrum greinar, til minnis um megi nátturunnar. Kristni kom til Skandinavia uml. 900, og heiðin jól gjørdust kristin. Stefan Casta. Stefan Casta er svenskur tíðindamaður og rithøvundur, føddur í 1949 í Vadstena og vaks upp í Norrkøping; frá uml. 1980 búsitandi í Skåne. Stefan byrjaði sum sjónvarpsmaður, men er nú rithøvundur burturav. Í 1999 vann hann stóru svensku bókmentavirðislønina Augustpristet fyri bókina "Spelar død", og í 2000 fekk hann fyri somu bók Nils Holgersson heiðurlønina, sum rithøvundar flestir tráa eftir. Hann hevur eisini vunnið Astrid Lindgren virðislønina í 2002. Yndisbók sína sigur Stefan vera "Summarið við Mary-lou", sum kom út á svenskum í 1997, á føroyskum í 2002 í týðing eftir Jákup í Skemmuni. Stefan Casta situr nú í sæti 13 í svenska Barnabókaakademinum. Nýlendi. Nýlendi er eitt bókaforlag, ið serliga hevur givið út týðingar eftir Jákup í Skemmuni. Jens. Jens er mest vanliga danska mannfólkanavnið. Heri Joensen (tónleikari). Heri Joensen (21. februar 1973 í Havn) er ein av Føroya eydnuríkastu tónleikarum. Heri Joensen er gittarleikari og sangari í víkingarmálmsbólkinum Týr, og hann er eisini ein av stovnarunum av felagnum Gudloysi, ið er ein áhugabólkur fyri føroyskar gudloysingar. Slóðir úteftir. Joensen, Heri Joensen, Heri Per Petterson. Per Petterson (18. juli 1952 í Oslo) er norskur rithøvundur. Hann er útbúgvin bókavørður og hevur arbeitt sum bókahandlari, týðari og ummælari. Hann gjørdi fyrstu ferð vart við seg sum rithøvundur við stuttsøgusavni í 1987 og hevur skrivað 7 bøkur. Per Petterson varð innstillaður til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 1997 fyri bókina "Til Sibir". Við bókini "Út at stjala ross" gjørdist hann rættiliga kendur og vann fleiri virðislønir. Í 2009 vann hann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókina "Jeg forbanner tidens elv". Sjómíl. Ein sjómíl, ein international nautisk míl ella ein fjórðingur er 1852 metrar. Ein sjómíl er upprunaliga ásett sum ein miðal breiddarminuttur (bogaminuttur norður og suður), tvs. 1/60 av einum stigi av einum stórsirkli gjøgnum pólarnar. Tá meturskipanin varð gjørd, var ætlanin, at stórsirkulin gjøgnum pólarnar og gjøgnum París skuldi vera eksakt 40 000 000 metrar. Út frá hesum skuldi ein sjómíl verið   = 1851,85 m. Í dag verður stórsirkulin settur til 40 007,86 kilometrar, og eftir tí skuldi ein sjómíl verið 1 852,22 metrar. Óvissan á mátingini av stórsirklinum gjørdi, at fyrr kundi ein sjómíl vera eitt lítið sindur ymisk, í Danmark var hon 1 851,11 m fram til tíðliga í 20. øld. Men í 1929 varð avgjørt á millumtjóða fundi, at ein sjómíl skuldi vera eksakt 1 852 m. Londini, sum longu brúktu meturskipanina, tóku beinan vegin undir við hesum millumtjóða standardi, USA tók undir við honum í 1954 og Ongland í 1970. Jørðin er ikki heilt kúluskapað, hon er eitt sindur ellipsoidskapað. So ein breiddarminuttur er millum 1 842,9 og 1 861,6 metrar. Stórsirkulin um ekvator er 40 075 017 metrar, og ein longdarminuttur við ekvator er tí 1 855,32 metrar. Eisini tann stórsirkulin hevur verið brúktur til at definera ymiskar geografiskar míl, sum ikki longur verða brúktar. Ein sjómíl er 24,6 % ella rættuliga nær við fjórðingin av eini gamlari danskari míl. Hon fekk tí eisini navnið fjórðingsmíl ella fjórðingur, hóast ein fjórðingur upprunaliga var eitt lítið sindur longri. Suðurstreymoy. Suðurstreymoy er ikki ítøkiliga avmarkað eind, men verður vanliga fatað sum sunnasti triðingurin av Streymoynni. Á eystursíðuni gongur markið millum Kollafjørð og Kaldbaksfjørð, soleiðis at allar bygdirnar við Kaldbaksfjørð hoyra til Suðurstreym. Á vestursíðuni gongur markið millum Skæling og Norðradal, soleiðis at Norðradalur og bygdirnar sunnanfyri verða roknaðar til Suðurstreym, meðan alt norðanfyri verður roknað til Norðurstreymoy. Allar bygdir í Suðurstreymoy hoyra í dag til Tórshavnar kommunu umframt bygdirnar við Kollafjørðin. Norðurstreymoy. Norðurstreymoy er ikki ítøkiliga avmarkað eind, men verður vanliga fatað sum norðastu tveir triðingarnir av Streymoynni. Á eystursíðuni gongur markið millum Kollafjørð og Kaldbaksfjørð, soleiðis at allar bygdirnar við Kollafjørð hoyra til Norðurstreym. Á vestursíðuni gongur markið millum Skæling og Norðradal, soleiðis at Skælingur og bygdirnar norðanfyri verða roknaðar til Norðurstreym, meðan alt sunnanfyri verður roknað til Suðurstreymoy. Saksun og allar bygdirnar á eystursíðuni úr Hósvík til Tjørnuvíkar hoyra í dag til Sunda Kommunu. Bygdirnar við Kollafjørðin hoyra til Tórshavnar kommunu; Á vestursíðuni hoyra bygdirnar av Skælingi til Válin við Vestmanna til Kvívíkar kommunu. Vestmanna er egin kommuna. Landsstýrismaður. Ein landsstýrismaður (ella landsstýrisfólk ella landsstyriskvinna) er ein ráðharri í landsstýrinum, ið er føroyska stjórnin. Landsstýrismenn verða tilnevndir av løgmanni, ið er ovasti leiðarin fyri landsstýrinum. Í mun til landsstýrisfólkini, ið verða tilnevnd av løgmanni, so er tað Løgtingið, ið velur løgmann. Landsstýrið er sostatt samansett av løgmanni og teimum landsstýrismonnum, ið løgmaður hevur tilnevnt. Sambært Stýrisskipan føroya "skal" løgmaður velja minst tveir landsstýrismenn í landsstýrið. Hvørki løgmaður ella landsstýrismenn hava atkvøðurætt í løgtinginum, men hava, eins og løgtingslimir, rætt at leggja fyri løgtingið uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmælir ella løgtingssamtyktir. Ymisku ábyrgdarøkini hjá landsstýrinum verða nevnd "málsøkir" og verða hesi lutaði millun landsstýrismennirnar av løgmanni í einum "málsøkjabýti". Løgmaður kann eisini velja at umsita málsøki sjálvur. Eitt sindur ymiskt er frá einum landsstýri til annað, júst hvussu málsøkini verða býtt. Formliga heitið á ráðharrunum í landsstýrinum er sambært Stýrisskipanini "landsstýrismaður," men til tíðir verður umframt landsstýrismenn eisini tosað um "landsstýrisfólk" ella "landsstyriskvinnur". Ongin innihaldsligur munur er á landsstýrismanni, landsstýrisfólk ella landsstýriskvinnu, men koma ymisku heitini helst frá, at summi halda tað vera løgið at kalla eina kvinnu fyri landsstýris-"mann". Í 2015 eru í landsstýrinum umframt løgmann sjey landsstýrismenn. Bermuda. Devonshire skansin, teknaður í 1614, teknað av Captain John Smith. Bermuda er ein oyggjabólkur sum hoyrir til Bretland, sum liggja í Norðuratlantshavi eystanfyri USA. Nærmasta stað í USA er Cape Hatteras, North Carolina, sum liggur umleið 1030 km í ein útnyrðing frá Bermuda. Oyggjarnar liggja 1.239 kilometrar sunnanfyri Cape Sable Island, Nova Scotia, og 1.770 kilometrar í ein landnyrðing av Miami. Høvuðsstaðurin eitur Hamilton, tó var St. George tann fyrsti høvuðsstaðurin, og er St. George tann elsti enskt-talandi býurin uttanfyri Stórabretland í heiminum. Oyggjarnar eru 53,2 km2 til støddar. Í 2010 var fólkatalið 64.268 og fólkatættleikin var 1.275 pr. km2. Bermuda er tað norðasta og eystasta staðið av Burmuda-trýkantinum, har tað sigst at nógv skip eru gingin burtur og flogfør eru dottin niður á mystiskan hátt. Søga. Bermuda oyggjarnar vóru funnar í 1505 av spanska Juan de Bermúdez kapteini, sum oyggjarnar eru uppkallaðar eftir. Í 1609 stovnaði Virginia Company eina búseting á Bermuda, hetta var tvey ár eftir, at sama fyritøka hevði sett á stovn býirinir Virginia og Jamestown á amerikanska kontinentinum. Búsetingin fór fram tá ein ódn herjaði øki og tað søkkandi enska skipið Sea Venture noyddist at stýra á eitt sker har um leiðir, so at manning og ferðafólk kundu fara í land. Virginia Company stýrdi oynni til 1614, tá ein onnur fyritøka Somers Isles Company, tók yvir og hevði ræði á oynni til 1684, tá bretar tóku valdið á oynni. Í 1707 vóru oyggjarnar alment innlimaðar í Stóra Bretland. Oyggjaleikir. Bermuda er limur í Oyggjaleikunum, har Føroyar eisini eru limir. Oyggjaleikir 2013 verða á Bermuda. Bermuda luttekur eisini á Olympisku Leikunum. Olymisku Leikirnir. Tey hava eitt nú luttikið í sigling, svimjing, kaving, frælsum ítrótti og triatlon. Pæturssøka. Pæturssøka er 29. juni. Pæturssøka eitur eftir Pæturi ápostli, ið eisini hevur ein annan minnisdag: Pætursmessu. Leypársmessa. Leypársmessa er dagurin, sum verður settur inn, tá skotár (leypár) er. Hon er 24. februar og bara leypár, hini árini er eingin leypársmessa. Sagt verður, at lomvigin kemur at landi á pálsmessu og í bergið á leypársmessu. Á leypársmessu verður eisini sagt, at "veturin (ella vindurin) hevur mist annað beinið." Visible Fish. Visible Fish var mannað av Derhardi Olsen (gittar), Ásbirni Berthelsen (trummur), Peturi Pólson (tá Jensen)(sang), Boga á Lakjuni (bass) og Eileri Hansen (gittar). Bólkurin byrjaði um veturin í 1992, tá Derhard og Eiler, sum gingu í sama flokki í studentaskúlanum við Gøtugjógv, gjørdu av at byrja ein bólk. Eftir at hava roynt ein trummuleikara og einar tveir bassleikarar, kom fyrst Petur við. Petur, sum hevði gingið í einum hægri flokki í sama studentaskúla og longu var smákendur sum yrkjari, var triði maður í bólkinum. Stutt eftir kom Ásbjørn við, og stutt eftir hann kom eisini Bogi við. Upprunaliga varð vant í sluppini Høganes, men táið allir omanfyri vóru við, varð ístaðin vant í Glyvra Bio. Visible Fish hevði fleiri steðgir á leiðini. M.a. var Bogi uttanlands eitt skifti og somuleiðis Ásbjørn. Í 1994 spældi Visible Fish fyri fyrstu ferð til konsert. Hetta var ein konsert í sambandi við Varmakeldustevnuna í 1993. Í 1996 tóku Visible Fish sjálvir eitt band upp, við sangum, sum teir høvdu gjørt. Bandið var einans ætlað til bólkin sjálvan og er tí ongantíð útgivið. Upptikið varð á loftinum hjá F Esmar Simonsen á Kambsdali á sumri í 1996. Eykabassleikari á bandinum (av tí at Bogi var uttanlands) var Jens L. Thomsen. Ein sangur á bandinum, skemti-kontri sangurin "I Swallow Flies", endaði tó á eini útgávu, tá tað í síðstu løtu varð avgjørt at koyra tað sum "hidden track" á fløguna "Doing Lounge Jesus", sum kom út í 1998. Í 1997 luttók Visible Fish fyri fyrstu ferð á Prix Føroyar kappingini. Undankappingin var í Klaksvík og so mætir bólkar sum Mark No Limits, við kenda Teiti Lassen á odda, og lokalu hetjurnar Aria struku við sigrinum. Men Visible Fish slóg navn sítt fast ímillum tónleikaáhugaðar føroyingar við teirra sermerktu og villu framførslu. Serliga nógv var gjørt burturúr, at forsangarin Petur í einum sangi gjørdi "sjálvmorð", við einum spælirevolvara, á pallinum. Seinni í 1997 var Visible Fish við á uppsamlingsfløguni Rokk í Føroyum 2, sum Tutl gav út. Sangurin "Tender Skin", gjørdist eitt rættiligt hitt og varð nógv spældur í Útvarpi Føroya um ta tíðina. Hann endaði sum nr. 3 á 15 teimum bestu. Um hesa tíðina, t.v.s. frá 1997 til og við 1999, skipaði Visible Fish fyri nógvum konsertum í Losjuni við Gøtugjógv. Afturvendandi tiltak hvørja ferð var at bjóða einum nýggjum og uppkomandi bólki við á konsertina. Fløgan "Doing Lounge Jesus" kom út á sumri í 1998 og seldi heilt væl. Eitt lag av fløguni, "Styrofoam P", kom á 15 tær bestu hitt-listan og rakk øðrum plássi. Í 1998 varð Tónleikasamtakið GRÓT stovnað og Visible Fish var ein rímuliga afturvendandi bólkur hjá samtakinum tað fyrsta árið. Á heysti í 1998 gav ÚF eina fløgu út við barnasangum, innspældir av nýggjum. Visible Fish tulkaði barndómshittið "Í Barnagarði" hjá Hjørdis Johansen. Sangurin var sera væl móttikin og er spældur heilt nógv gjøgnum árini. Í 1999 gav plátufelagið Tutl út eina fløgu, sum æt "Grótføroyskt", sum var samansett av ymiskum føroyskum bólkum, ið spældu egið tilfar. Visible Fish luttók við sanginum "Bróðir Judas". Um ársskiftið 1999-2000 avgjørdu limirnir í Visible Fish at steðga fyribils og hava ikki vant regluliga síðani. Tó var ein "reunion" konsert hildin á sumri í 2003 í Losjuni í Gøtu. Í oktober 2007 kunngjördu Visible Fish, at teir vóru byrjaðir aftur. Villmenn. Villmenn er ein føroyskur tónleikabólkur úr Vágunum. Perihelium. Perihelium merkir "næst Sólini", og verður heitið brukt um tann partin av rásina hjá gongustjørnunum, tá ið tær eru so nær Sólini, sum tær koma í sínum umfari um hana. Aphelium. Aphelium merkir "fjart frá Sólini" (helios á griskum merkir sól), og verður heitið brúkt um tann partin av rásina hjá gongustjørnunum, tá ið tær eru so fjart frá Sólini, sum tær koma í sínum umfari um hana. Frits Johannesen. Frits Johannesen er uppvaksin í Fuglafirði, har hann eisini býr. Hann er útbúgvin lærari og hevur í mong ár starvast í Fuglafjarðar Skúla. Umframt lærarastarvið hevur Frits nógv kreativ jørn í eldinum. Tónleikur. Frits hevur í mong ár verið kórleiðari og primus motor hjá Fuglafjarðar Gentukóri. Hann hevur eisini skrivað løg og útsett tey fyri kórið. Fyri fáum árum síðani myndaði Frits eitt úrvalskór við tí endamáli at fara til New York at framføra Passíusálmarnar. Myndlist. Frits hevur eisini altíð fingist við at mála og gera aðra myndlist, og seinnu árini er hann vorðin alt meira kendur kring allar Føroyar fyri málningar sínar, sum ofta hava tónleik sum myndevni. Leirkerið. Leirkerið er kristiligt bókaforlag við heimstaði í Norðragøtu v/ Zacharias Zachariassen. Forlagið gevur eisini út blaðið Leirkerið. Fannir. Fannir er eitt føroyskt bókaforlag í Tórshavn v/ Árna Dahl, lærara, ið serliga hevur givið út fagrar bókmentir og bókmentasøguligt tilfar. Tlf. +298 31 44 52, Fax +298 31 44 52, Steinhovden. Steinhovden er ein bygd millum eysturu vág og vestaru vág í Flora Kommunu, Noreg, hevur verið hildið frá fornari tíð. Handilsbygningarnir hjá kongliga einahandlinum í Flora kommuna eru bygdir í miðøld. Steinhovden hýsir í dag 119 íbúgvum. Navn. Steinhovden hevur fingið navn av steinhaldi, sum var vanligt í Noregi í steinøldini. Í bygdini er tó eitt flakavirki, ið ikki longur keypir slegghamaran frá útróðrarbátum á plássinum, men ístaðin keypir sína rávøru á uppboðssølunum, serliga á uppboðssøluni í Seljeset. Steinhovdingar. Slegghamarmann varð føddur í Steinhovden 1947. Hann eigur slegghamaran Mjølnir og við honum berjist hann mót automatin. Tá ið ein Firda-fyr er nóg nær, letur kjaftin upp og gloypir honum. Unga Tjóðveldið. Unga Tjóðveldið er felag teirra ungu, ið fylkjast um stevnu Tjóðveldisfloksins. Unga Tjóðveldið er ikki partur av Tjóðveldisflokkinum, men sjálvstøðugt felag við egnum lógum og viðtøkum. Unga Tjóðveldið ynskir einar frælsar, rættvísar og samhaldsfestar Føroyar. 8. juli 2017 kunngjørdi Unga Tjóðveldið gjøgnumførdan grønan politikk fyri felagið. Serliga leggur grøni politikkurin dent á varandi orkukeldur, at steðga oljuboringum og at gera nýggja náttúruverndarlóg. Várjavndøgur. Várjavndøgur er dagur um várið, tá vit eru mitt ímillum stytsta dag og longsta dag. Várjavndøgur verður sagt at vera 21. mars, men summi ár kann 19. mars ella 20. mars vera rættari dagurin. Hanus G. Johansen. Hanus Gjærdum Johansen, best kendur sum Hanus G. ella Hanus G. Johansen, er føddur í Klaksvík 18. juni 1950. Hann er kendur sum vísusangari og hevur millum annað tulkað norska yrkjaran Jakob Sande. Hann framførir onkuntíð við Aldubáruni og hevur eisini sungið saman við Frændum. Í 1998 var hann føroyskt innslag á mentanartiltaki í økinum kring Flekkefjord í Noregi. Hanus hevur gjørt løg til yrkingar síðani síðst í 70-árunum og hann metir, at hann tilsamans hevur gjørt løg til áleið 250 yrkingar. Hann er serliga kendur fyri at tulka yrkingarnar hjá kenda føroyska skaldinum Poul F. Joensen. Hanus hevur gjørt løg til áleið 90 yrkingar hjá Hargaskaldinum. Hann gav út LP og kasettuband í 1988, sum nevndist "Gaman og álvara - Hanus syngur Poul F." Henda útgáva kom út sum fløga (CD) 20 ár seinni í 2008. Keldur. Johansen, Hanus G. Miðevropa. Í Sveis, Eysturríki og Ungarn er langt til sjós. Landslagið er ógvuliga fjølbroytt. Í Sveis og vestara parti í t.d. Eysturríki eru nógv høg fjøll og djúpir dalar. Hægstu fjøll í Evropa eru í Alpunum í Miðevropa. Eystari partur í Eysturríki er slættari, og í Ungarn eru nakrar tær størstu fløturnar í Evropa. Áin Donau er næstlongsta í Evropa, hon er næstan 3 000 km. Hon tekur seg upp í Suðurtýsklandi, men rennur ígjøgnum bæði Ungarn og Eysturríki, áðrenn hon rennur út í Svartahav. Riboflavin. Riboflavin ella vitamin B2 er ein vatnupploysilig vitamin við frymilinum C17H20N4O6. Riboflavin er ein týðandi partur av coensymunum FAD og FMN og er sostatt alneyðugt fyri evnisskifti av feitti, kolhydratum og proteinum. Riboflavin verður støðugt úrskilt gjøgnum landið, so mangul sæst lutfalsliga ofta tá ikki nokk fæst gjøgnum føðina. Mangul (ariboflavinosis) kann elva til skrædnaðar og reyðar varrar, sár og bruna í munni, eyman háls, rivur í munnhornunum (angular cheilitis), turra húð og blóðsprongd eygu. Smáverulívfrøði. Smáverulívfrøði ella mikrobiologi er læran um smáverur sum eru ein-kyknu mikroskopiskar organismur. Tær verða deildar í prokaryotar (t.d. bakteriur og ávísar algur) og eukaryotar (t.d. ger). Virus verða ikki altíð bólkað sum livandi, men hoyra eisini undir smáverulívfrøðina. Ebenezer. Ebenezer er navnið á samkomuhúsi hjá Brøðrasamkomuni í Niels Finsens gøtu í Havn. Navnið Ebenezer er hebraiskt og er tikið úr Sámuelsbók (1. Sám. 4:1 og 7:12) í Bíbliuni. Fyrsti salurin, Ebenezer, varð bygdur beint eftir 1900 og varð tikin í nýtslu 17. juli 1905. Hann varð í 1963 tikin niður og fluttur inn í Saltangará, har hann fekk navnið "Berøa". Núverandi samkomubygningurin er tikin í brúk 6. september 1963 og fekk umfatandi ábøtur og umbygging í 2006. Áðrenn salurin Ebenezer varð bygdur í 1905 savnaðist samkoman í Sloans sali við Tinghúsvegin; tann salurin varð bygdur í 1879. Brúðarvígsla. Fyrsta brúðarvígslan í Ebenezer var í 1978. Tað vóru "Richard Schwartz Jacobsen" og "Anna Kjærbo", sum giftust. Tey høvdu fingið serloyvi til at verða vígd í salinum, og politiassistenturin "Niclas Poulsen" hevði fingið serloyvi frá fútanum at víga parið. Ferenc Puskás. Ferenc Puskás (1. apríl 1927 í Kispest - 17. november 2006 í Budapest) var ein ungarskur fótbóltsleikari, sum er nummar 16 á topp-20 listanum yvir høvuðsleikarar í sponsku La Liga, er við á FIFA 100 listanum, hevur vunnið OL gull, HM silvur við Ungarn og eina røð av øðrum meistaraheitum og útnevningum. Feløg. Budapest Honvéd FC Real Madrid Øskudagur. Øskudagur er mikudagurin eftir føstuinngang, t.e. 46 dagar undan páskum. Øskudagur eins og aðrir dagar knýttir at páskunum er ikki fastan dag í mánaðinum, men flytir við páskunum. Oftast er øskudagur í seinnu helvt av februar; hann kann vera millum uml. 6. februar og 7. mars. Við øskudegi byrjar álvarsemið í føstuni eftir skemtið í sambandi við føstuinngangin, eisini kallað fastalávint. Eftir gomlum siði verður dansað á fastalavint, føstuinngangi, men frá øskudegi til páska verður ikki dansað. Międzyrzec Podlaski. Międzyrzec Podlaski er ein bygd í Póllandi. Międzyrzec Podlaski hevur 17.300 íbúgvar (2005) og varð stovnað í 1177. Føstuinngangur. Føstuinngangur er inngangurin til føstuna, sum í kristindóminum verður hildin í 7 vikur undan páskum. Føstuinngangur er tann sunnudagin, sum er tann 7. sunnudagurin frammanundan páskadegi. Mánakvøld og týskvøld í føstuinngangi, sum vit eisini kalla fastalávint, hevur verið vanligt at hava ymiskt til skemtunnar, eitt nú at ganga grýlu (ella ganga langaføstu), og at sláa tunnu. Mánadag í føstuinngangi, á fastalávint, er vanligt at dansa føroyskan dans, og henda dag endar dansiárið. Mikudagur í føstuinngangi nevnist øskudagur, og tá byrjar álvarsamari parturin av føstuni. Gamalt var ikki at eta kjøt í føstu; hetta sæst aftur í summum sagnum, eitt nú um Kálv lítla. Siðurin ikki at eta kjøt í føstu hevur upp til okkara tíð verið hildið í katólskum londum. Rúni Nielsen. Rúni Nielsen (21. februar 1979 á Tvøroyri) er fyrrverandi formaður í Unga Tjóðveldinum, størsta politiska ungmannafelagið í Føroyum. Hann er samstundis tann, ið longst hevur sitið sum formaður felagsins. Í 2002 og 2003 var hann eykamaður á løgtingi fyri Hergeir Nielsen. Hann sat við fíggjarábyrgdini í formanskapinum í Unga Norðurlandaráðnum umboðandi Sosialistiskan Ungdóm í Norðanlondum (SUN) árini 2005 til 2007. Hevur eisini eygleiðari í Vælferðarnevndini og í Umhvørvisnevndini í Norðurlandaráðnum í sama tíðarskeiðið. Fór fyrstu ferð umboðandi Unga Tjóðveldið í Unga Norðurlandaráðið í 2001. Rúni Nielsen varð aftur formaður í Unga Tjóðveldinum eitt stutt skifti. Hann varð valdur formaður á fundi 22. mars 2007 og tók ikki við afturvali á landsnevndarfundi 22. mars 2008. Nielsen, Runi Nielsen, Runi Torradagar. Torradagar kallast mentanarvika, ið verður hildin í Klaksvík í torra, fyrstu ferð í 2007. Torri - ella í torra - kallast mánamánaðurin, ið byrjar í seinnu helvt av januar ella fyrru helvt af februar og varir í 4 vikur fram, tað er eina mánaringrás. Í torravikuni verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í Klaksvík. Fyrilestrar um torra, torrafisk og torrahald. Um fiskivinnu og siðir á sjónum. Eisini er ætlanin at skipa fyri fyrilestrum um fiskivinnuna í dag og fáa serfrøðingar frá fiskirannsóknarstovuni at greiða frá fiskivinnuni, sæð frá teirra eygum. Heilsukafé, forkunnug fiskamatarskrá og torrasvimjing eru bert nøkur av áhugaverdu tiltøkunum úr Torrarúgvuni. Torri. Torri er heitið á ársins øðrum (ella okkurt ár fyrsta) mánamánaði, sum byrjar við nýmána seint í januar ella tíðliga í februar og varir góðar 4 vikur, tað er eina mánaringrás. Í torra er fiskurin serliga góður og feitur. Mánaringrás. Ein mánaringrás er ringrásin hjá mánanum runt jørðina, t.e. ein mánamánaður. Hon varar góðar 4 vikur og er frá tendring (tað er við nýmána) um fyrra kvartal (1. vikan), fullmána (2. vikan)(eisini kallað full sól), seinna kvartal (3. vikan) og aftur til tendring (4. vikan). Hvør mánaringrás hevur navn á føroyskum og verður kallað "-sól", td. jólasól, torrasól, gøsól, vársól. Mánamánaður. Ein mánamánaður ella astronomiskur mánaður er tíðin, tað tekur mánanum at ferðast eina ringrás um jørðina, ein mánaringrás. Hon er frá tendring (nýmána) til næstu tendring (nýmána). Ein mánamánaður er umleið 29,5 samdøgur (29 samdøgur, 12 tímar, 44 minuttir og 2,8 sekund, fyri at vera heilt neyvur). (Tað eru aðrir hættir at "rokna" longdina á eini mánaringrás, og teir geva 27 samdøgur og millum 7 og 13 tímar). 12 "mánamánaðir" eru grundin í tíðareindini einum "ári". Hetta árið verður tó ov stutt, og fyri at rætta upp á hetta, verða skotmánaðir ella skotdagar settir inn. Hetta verður fyrstu ferð gjørt miðvíst við julianska kalendaranum frá ár 45 f.Kr og enn neyvari við gregorianska kalendaranum frá 1582. Mánamánaðirnir hava allir navn á føroyskum; teir eita allir "-sól", t.d. "jólasól", "gøsól", "torrasól". Hesi nøvn eru nú mestsum burturdottin. Teir tólv mánamánaðirnir eru gott 354 dagar tilsamans, meðan árið er gott 365 dagar. So umleið triðja hvørt ár er ein 13. máni, millumpartasól, sum er ímilum 1. og 2. mánamánaðin. Mentanarvika. Ein mentanarvika er ein vika við alskyns mentanarligum tiltøkum, sum ein bygd ella kommuna kann skipa fyri. Í eini mentanarviku eru vanliga fyrilestrar, listaframsýningar, konsertir o.a. á skránni. Dømi um mentanarviku er torradagarnir í Klaksvík. Håsteinen. Håsteinen, er eitt fjall í Flora kommunu í Noregi; hægsta fjall í Håsteinshálendinum. Hann røkkur upp á 965 m. Norður- og suðursíðan er brattar. Vanliga gøtan niðan á Villebøen er av Grytaskarði niðan undir tindin. So verður gingið suður um tindin millur og norður um. Høydalsnipa, 933 m yvir havinum, er næsthægsta fjall í Håsteinshálendinum. Vestanfyri liggja bygdirnar Store-Høydal, Likkje-Høydal og Ausevik. Eystanfyri liggja bygdirnar Steindal og Svardal, og sunnanfyri er Øvre Standal og Vevring. Pátriksmessa. Pátriksmessa er 17. mars. Pátriksmessa er til minnis m Sankta Pátrik. Bænadiktsmessa. Bænadiktsmessa er 21. mars og verður hildin til minnis um Bænadikt frá Nursia (uml. 480 - 547). Hann stovnaði klostrið á Monte Cassino í Italia í 529 og grundaði harvið benediktsskipanina, ið gjørdist ein av mest týðandi katólsku klosturskipanunum. Bænadikt úr Nursia. Bænadikt (Benedictus) úr Nursia (italskt "San Benedetto da Norcia") livdi umleið ár 480 - 547. Minnisdagur hansara er Bænadiktsmessa, 21. mars. Hann stovnaði í 529 benediktsskipanina, sum gjørdist ein tann týdningarmesta katólska klosturskipanin. Móðurklostrið er á heygnum Monte Cassino millum Rom og Napoli í Italia. Slagorðið hjá benediktsskipanin er "Ora et labora", tað er latín og merkir: "Bið og arbeið". Lomvigi. Lomvigi ella lomviga (frøðiheiti - "Uria aalge") er svartur sjófuglur. Sagt verður, at lomvigin kemur at landi á pálsmessu og í bergið á leypársmessu. 31. juli sigst lomvigin aftur leggja frá landi. Loyvt er (í 2007) at skjóta lomviga frá 1. oktober til 20. januar. er svartur omaná, hvítur í neðra. Summir hava eina hvíta striku aftur frá eyganum; teir eru sama slagið sum hinir, men eru oftast stórir. Fyrst í juni hevur lomvigin vorpið, eittans egg, stórt eftir fuglinum. Frá tí tjúkkasta smalkast tað beint og javnt móti hinum klænra endanum, sum er óvanliga spískur; eggið rullar tí ikki beinan veg, men heldur runt í ring, og tað man mangan hava bjargað teimum frá at fara út av rókini. Frá 5. til 8. juni fara menn at ræna, t. e. at taka eggini. Í stórum línum síga teir langt niður í bergið — í Skúvoy um 80 favnar, — og har, sum loft er, gera teir stór reiggj út og inn. Eggini eru vøkur, frá fagrasta grøna til bleikgrønt og stundum hvítt, sett við dimmum blettum og strikum, sum gera tey ólík hvørjum øðrum. Orðið gongur, at aldri finnast tvey lomvigaregg, sum eru meinlík á liti. Summi sýnast at vera einlitt grøn, men hyggur tú gjøllari eftir, so sært tú altíð onkun dimman blett, sum ger eitt frámerki. Skúvoy og Dímun eru bestu lomvigalondini í Føroyum. Skúvoyingar fáa so nógv egg útyvir tað, teir brúka sjálvir, at teir fara við heilum bátsfarmi til Havnar at selja. Skjótt verpur lomvigin aftur, og hann vermir í rúmar 4 vikur. Ungfuglurin situr hesa tíðina niðast við sjógvin; hann er kallaður hellufuglur og verður tikin av báti við fleygastong. Nú pisurnar eru útkomnar, flúgva teir gomlu javnan við nebbasild í nevinum. Tá ið ein lendir á rókini, eru nógv opin gap uttan um hann, men hin gamli kennir væl unga sín. Dúnaða pisan er brúnlig omaná, grá-sprøklut um háls og síður, hvít í neðra. Um miðjan juli kemur fyglingin fyri. Við eini stuttari stong og stórum neti gongur fyglingarmaðurin eftir rókini, varliga framat, har sum lomvigin situr tættur. Har leggur hann netið omanyvir og kann fáa nógvar í tað, um 5—8 man vera tað vanliga, 10—15 er væl fingið, og 20 má sigast nógv, tó at tað hevur hent at fingið 60. 1000 lomvigar kann ein kringur fyglingarmaður fáa ein góðan dag. Men við hetta lag misfarast nógvar pisur. Tí hava teir summstaðni lagt fyglingina av og fleyga nú í staðin. Í flognum er lomvigin ikki so snúiligur sum lundin og tí betri at fleyga. Fyri ólavsøku eru pisurnar floygdar. Mest um kvøldið síggjast tær fara av rókini, ein lítil fyrst og tveir stórir — faðir og móðir — hvør sínumegin aftanvert við hana. Har, sum stór urð er undir, bera tey gomlu ofta ótta fyri at hin lítla fer ikki at vinna út á sjógv, og so við og við geva tey henni tá eitt stump uppeftir. Eisini á sjónum halda tey saman fyrru tíðina. Ber okkurt, sum t. d. ein fles, upp ímillum, so tey ikki síggja hvørt annað, so ljóðar í heilum karr karr karr øðrumegin og pi pi pi hinumegin, til tey hittast aftur. Umframt við fygling og fleygi verður nógvur lomvigi fingin við snaru. Snaran er ein flaki av viði við nógvum lykkjum av faksi omaná, og lomvigin, sum altíð dámar væl at sita á rekaviði, fer upp á hann, men fær so føturnar fastar í lykkjurnar. Eisini verður nógvur lomvigi skotin víða um á sjónum. Og tó hevur hann heldur nørst enn minkað í seinnu tíðini. Um veturin ferðast hann um langt úti á havinum. Nakrir síggjast tó her; tá er hann bleikgráur framman á hálsinum og upp í vangarnar. Sama lit hevur steffan, t. e. pisan, tá ið hon er komin á sjógvin. John Bunyan. John Bunyan (28. november 1628 – 31. august 1688) var kristin enskur høvundur og prædikumaður. Hann var føddur í Harrowden nærhendis Bedford í Onglandi. Hann skrivaði m.a. skaldsøguna "The Pilgrim's Progress", sum Victor Danielsen týddi til føroyskt undir heitinum "Pílagrímsferðin". Henda bók verður roknað sum kanska fyrsta veruliga skaldsøgan. Eisini ein onnur bók eftir John Bunyan, "Hin heilagi bardagin", er á føroyskum í týðing Victor Danielsens. Jarðfrøði. Jarðfrøði ella geologi er læran um bygnaðin á jørðini, t.d. um tey ymisku jarðløgini, virksemi á jørðini, so sum eldgos og jarðskjálvtar, og um jarðarsøguna, so sum ístíðir og hvussu landslagi er broytt gjøgnum tíðina. Ein sum fæst við jarðfrøði sum yrki, verður nevndur ein jarðfrøðingur. Føroyar eru úrslit av stórum eldgosvirksemi í økinum fyri 55 milliónum árum síðani. Føroyar eru skaptar í 3. og endaligu spjaðingini av Atlantshavinum, sum enn er virkin. Atlantshavið breiðkar so við og við, sum Europa-plátan og Afrika-plátan flytar seg burtur frá Norður- og Suðurameriku-plátunum. Eitt nú breiðkast Ísland í løtuni við 7 cm árliga. Læknafrøði. Læknafrøði er læran um menniskjakroppin og greining, forðing og leking av sjúkum og eisini ymiskum skaðum, sum menniskjað kann koma út fyri. Granskarar kanna sjúkuárin og royna nýggjar viðgerðarhættir. Sjúka verður viðgjørd við til dømis geisling, uppvenjing, heilivági og skurðviðgerð. Fyribyrgjandi viðgerð, til dømis at koppseta, er týðandi partur í nýmótans læknavísindum. 

Fyri tveimum øldum síðan kundu fólk ikki vænta sær at gerast stórt eldri enn 40 ár. Nú verða mong fólk í ídnaðarlondum 80 ára gomul ella eldri. Betri matur og serstakliga betri heilsurøkt gera tað, at fólk liva longri, men menningin í læknavísindum hevur eisini nógv at siga. Stórur læknatørvur er enn í menningarlondum. Heilsufólk verða útbúgvin at hjálpa hesum fólkum. Heilsufólk koppseta og duga at veita lætta sjúkraviðgerð. Tey leiðbeina eisini í reinføri, í mati og í smábarnarøkt. Miðallívsævin kann eisini vera 40 ár styttri í menningarlondum enn í ídnaðarlondum. Miðallívsævin í Angola er t.d. bara 38 ár. RNA. RNA er stytting fyri ribonukleinsýra (sýra = acid á enskum). RNA er, eins og DNA, samansett av nukleotidum við hvør sínum nukleobasa. Men har DNA hevur nukleobasan thymin (T), hevur RNA nukleobasan uracil (U). Eisini er sukureindin í hvørjum nukleotid ribosa í staðin fyri, sum í DNA, 2'-deoxyribosa. RNA hevur ymisk størv í kyknuni. tRNA (transfer RNA) flytur aminosýrur til proteinsyntesuna á ribosomunum. mRNA (messenger RNA) verður nýtt til at flyta upplýsingar frá DNA til ribosomini. Eisini hava vit rRNA (ribosom RNA), sum ribosomini eru samansett av. DNA verður avritað til RNA í eini prosess nevnd transskriptión, og síðani verða proteinir framleidd út frá RNA í eini prosess nevnd translatión. Vanliga verður DNA nýtt til goymslu av arvfrøðiliga tilfarinum, men nøkur virus nýta í staðin RNA. Hagfrøði. Hagfrøði ella statistikkur er øki innan støddfrøði, ið fevnir um tilrættaløgu, samanumtøku og viðgerð av óvissum eygleiðingum. Miðkeiðis í hagfrøðini finna vit sannlíkindarokning, sum loyvir forsøgnum og framrokningum. Virus. Eitt virus er ein undir-mikroskopiskur partikkul (millum 20 og 300 nm) sum kan smitta eina kyknu í einari lívfrøðiligari veru. Eitt virus kan bert nøra seg við at smitta eina vertkyknu, sum kunnu verða bæði prokaryotar (t.d. bakteriukyknur) og eukaryotar (t.d. djórakyknur). Nógv virus elva til sjúkur í menniskjum og djórum. Viðgerð er trupul, tí antibiotika nyttar ikki og fá sløg av heilivági finnast, ið virka ímóti virusum. Samanseting. Virus eru, í grundini, samansett av arvatilfari inni í einum proteinhylkið. Proteinhylkið er antin uppbygt sum ein spiralur, so virusið gerst avlangt (helicalt), ella eru proteineindirnar samansettar sum í einum fótbólti, so virusið er runt (icosahedralt). Tað finnast eisini kompleks virus sum hava hvørki av áðurnevndu skapum, men kunnu t.d. hava ein proteinhala ella ein annaleiðis vegg. Nøkur hava eisini ein lipid dupultlag membran uttanum hylki; tey ið ikki hava verða kallaði nakin virus. Tað eru mest djóravirus, ið hava membran. Flestu virusir hava ikki egin ensymir, men tað eru tó nøkur sum hava. Ensymini hava ymiskar funktiónir, t.d. at framleiða DNA út frá RNA (revers transcriptase), bróta hol á bakteriuveggir (lysosym) og hjálpa virusinum at loysa seg frá kyknuni (neuraminadase). Bakteria. a> undir mikroskopi, litaðar við Gram-liting. Ein bakteria er ein einkyknað mikroskopisk lívvera. Bakteriur hoyra til prokaryotar verur og hava sostatt ongan kyknukjarna. Menniskjakroppurin hevur umleið tíggju ferðir fleiri bakteriukyknur enn menniskjakyknur í sær, serliga á húðini og í maga-tarm-kanalini. Tað finnast bæði óhættisligar og sjúkuelvandi (patogenar) bakteriur. Menniskju verða javnan smittað við sjúkuelvandi bakterium, men hetta er tíbetur lætt at viðgera, tí bakteriur kunnu vanliga drepast við antibiotika. Tað er tó vorðið alt meira vanligt, at bakteriur gerast antiobiotika-mótstøðuførar. Hetta kemst ivaleyst av, at menniskjan hevur ovurnýtt antiobiotiskan heilivág. Skap. Bakteriur eru umleið tíggju ferðir minni enn eukaryotar kyknur og eru vanliga 0,5-5 mikrometrar til støddar. Tær kunnu hava ymisk skøp, t.d. rundar (coccus), avlangar (rod), S-formaðar (spirillum), snúraðar (spirochete) og tráðformaðar (filament). Flokking. Bakteriur kunnu bólkast eftir samanseting av kyknuveggi í grampositivar og gramnegativar bakteriur. Tá man viðger bakteriur við Gram-liting gerast grampositivar bakteriur violettar og gramnegativar reyðar. Actinomyces, Bacillus, Clostridium, Corynebacterium, Enterococcus, Lactobacillus, Listeria, Micrococcus, Mycobacterium, Staphylococcus, Streptococcus og Streptomyces. Enterobacter, Escherichia, Helicobacter, Hemophilus, Klebsiella, Legionella, Neisseria, Proteus, Pseudomonas, Salmonella, Shigella og Vibrio. Eitur. Exoeitur kunnu býtast í tríggjar bólkar: Cytolytisk, AB-eitur og superantigenir. Summarmáli. Summarmáli er 14. apríl. Tá roknast summarhálvarið at byrja. Ymsir siðir eru knýttir at summarmáladegi. Ongin skuldi fara fastandi út summarmálamorgun. Tann sum ikki var tíðliga uppi summarmálamorgun fór at verða drumbur alt summarið, tað er at alt arbeiði fór at ganga illa í hond. Heldur ikki máttu fólk eta egg summarmáladag, tí tað skuldi geva svull. Boðanardagur Mariu. Boðanardagur Mariu er 25. mars. Dagurin kallast eisini "mariumessa um várið". Boðanardagur Mariu er júst 9 mánaðir undan 1. jóladegi, og er tí til minnis um, at Gabriel eingil boðar Mariu frá, at hon skal verða við barn og eiga son, ið hon skal kalla Jesus, sum sagt verður frá í Bíbliuni, (Matteusuar evangelium, kap. 1, ør. 26ff). Napoleon Bonaparte. Napoléon Bonaparte (15. august 1769 – 5. mai 1821) var ein franskur generalur og keisari 1805–1815. Lívsleið. Nabulione Buonaparte varð føddur í Ajaccio á oynni Korsika, ið nýliga var blivin franskt hjáland. Hann var næstelsti sonur Carlo Buonaparte (1746 – 1785) og Maria Letizia Ramolino (1750 – 1836), sum fingu í alt 8 frísk børn. Hóast bæði foreldrini vóru aðalsfólk, vóru tey ikki rík, tey máttu arbeiða hart fyri at breyðføða børn síni. Í 1778 bleiv 9 ára gamli Nabullione sendur í ein hernaðarskúla í Norðurfraklandi fyri at læra at tosa rætt franskt, men hann lærdi aldrin rættuliga at tosa og skriva franskt. Hóast hann ikki dugdi so væl franskt, kláraði hann seg væl í skúlanum, hann var serstakliða góður til søgu og støddfrøði. Lærararnir góvu honum franska navnið Napoleón Bonaparte í staðin fyri í teirra eygum bygdasliga italska navnið Nabullione Buonaparte. Tá Napoléon í 1784 var blivin 15 ár, bleiv hann fluttur til tað kongliga hernaðarakademiið í Paris, har hann hevði avgjørt at blíva offiserur í franska herinum. Napoléon las nógva hernaðarsøgu, og hann sá upp til sínar hetjur, ið vóru Aleksandur Mikli, Karlamagnus, Hannibal og Julius Cæsar. Hesir fýra herførararnir vóru heimsins størstu herførarar, og Napoléon føldi, at hann fór at blíva størri enn hesir nevndu herførarar. Hann bleiv lærdur á einum hernaðarskúla og fekk skjótt hægri rang, og í 1796 bleiv hann leiðari av tí franska herinum í Italia, har hann fekk Eysturríki og teira sameindu til at gera eina friðaravtalu. Í 1798 hertók Napoleon Ottomansk stýrda Egyptaland í eini roynd í at forða tí bretsku handilsrutuni við India. Hann var strandaður, tá ið skip hansara vóru løgt í oyði av onglendinum í stríðnum um Nilánna. Harumframt fóru Eysturríki og Russland í samstarv við tær bretsku oyggjarnar. Napolion fór aftur til París har í stjórnin var í neyð. Í einum kvetti varð hann útnevndur til generalkonsul í 1799, og bert tvey á aftan á bleiv hann útnevdur konsul restina av lívstíð hansara. Tvey ár seinni gjørdist hann keisari og stovnaði Banka Fraklands og setti katólsku trúnna sum tjóðartrúgv. Í 1800 vann hann á Eysturríki við Marengo. Hann fekk sum avtalað eina friðaravtalu, ið førdi til frið í Evropa. Í 1803 fór Bretland í kríggj við Frakland, og aftur seinni vann hann saman við Russlandi og Eysturríki móti Bretland í skipsbardaga við Trafalgar í 1805, so Napoleon avgjørdi ikki at gera landgongd í Bretlandi. Síðan vendi hann sær móti eystur-russisku herdeildunum, og vann móti teimum við Austerlitz seinni sama ár. Hann vann nógv land og eisini innliman í Proysia, ið førdi til at hann eftir øllum at døma fekk valdi á øllum Evropa. Tað heilaga rómverska ríki var deilt, og tað førdi til at Holland og Vesturfalia vóru stovnaði. Tey næstu árini seti Napoleon familiulimir og annað fólk hann hevði álit á at stýra í Hollandi, Vesturfalia, Italia, Spania, Svøríki og Napoli. Í 1810 gifti hann seg við Josephine de Beauharnais. Tey fingu eingi børn og blivu skild. Hann gifti seg uppaftur við Marie-Louise av Eysturríki, dóttir eysturíkska kongin, við tí vón at fáa ein arving. Eitt ár seinni fekk Napoleon ein son, Napoléon-François-Joseph-Charles Bonaparte (1811-1832). Í tí penisulara kríginum í byrjaði í 1808, tapti Frakland og teir blivu við í fimm ár. Hetta drenaði tann franska hernaðarliga pengakassan. Og í 1812 tá ið hann invaderaði Russland ið endaði við einari afturtøku. Tað byrjaði at ganga hin vegin og í mars 1814 blev Paris tikin. Tann 11. apríl varð Napoleon noyddur at skriva undir semjuskjal um at lata trónuna sum franskur keisari frá sær og at liva í útlegd á miðjarðarhavsoynni Elba. Seint í apríl 1814 flutti Napoleon í útlegd á oynni Elba, men longu í mars 1815 rýmdi hann og fór at Paris aftur. Slagaði við Waterloo stegaði hansara stuttu aðru roynd eftir øllum Evropa tann 18 juni. Bretar tóku hann til fanga á oynni St Helena, har hann doyði 5. mei í 1821. Magnusarmessa. Magnusarmessa er 16. apríl. Á magnusarmessu verður sagt, at "ljósu næturnar byrja". Johan Petersen. Johan Petersen (1980 úr Fuglafirði) er guitarleikari búsitandi í Odense í Danmark. Hann byrjaði at spæla guitar, tá hann var 13 ára gamal og hevur síðani nomið sær kunnleika innan tónleikin. Seinastu árini hevur hann búleikast í Odense, har hann hevur spælt við fleiri bólkum. Kendastur í Føroyum er bólkurin Fuzzphase ið seinni hevur broytt navn til The Joules, sum hevur havt løg við á 15 teimum bestu og verið á mini-konsertferð í Føroyum á heysti 2006. Í The Joules er Johan tónasmiður, guitaristur og sangari. Slóðir úteftir. Petersen, Johan Petersen, Johan Býarbókasavnið í Havn. Býarbókasavnið er fólkabókasavnið í Havn. Í nógv ár var Anna Brimnes býarbókavørður, og síðani eitt skifti Svend Højgaard (1. sept 2011-31. mai 2012). Frá 1. januar 2013 er Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð býarbókavørður. Umframt býarbókavørðin eru 14 starvsfólk í føstum starvi, 3 hjálparfólk og 6 bókauppsetarar (frítíðararbeiði hjá skúlanæmingum). Øll kunnu læna á bókasavninum, bæði bøkur, ljóðbøkur, filmar, bløð og talgildar bøkur, ljóðbøkur og filmar. Stutt um Býarbókasavnið. Bókasavnið er nú 813 fermetrar í 4 hæddum, á 1. hædd er inngongd, á 2. hædd er avgreiðsla, lesistova og útlán fyri vaksin, á 3. hædd er barnabókasavnið og skrivstovur, og á 4. hædd er goymsla, skrivstova og starvsfólkahøli. Ljóðbøkur. Ein ljóðbók er ein bók, ið er lisin inn. Bæði fagrar bókmentir (til dømis skaldsøgur og stuttsøgur) og yrkisbókmentir (da: fagbøger) finnast sum ljóðbøkur. Á føroyskum finnast ljóðbøkur á bondum og fløgum. Í øðrum londum er ein vaksandi marknaður fyri ljóðbókum í Mp3-sniði og í Ipod-sniði, sum kunnu keypast og takast niður beinleiðis yvir internetið. Serliga stórt útboð er av ljóðbókum á enskum máli (td. á audible.com), men eisini rættiliga nógv er at fáa á svenskum máli (td. frá elib.se). Tróndargøta. Tróndargøta er ein gøta í gamla partinum í Havnini, nú miðbýurin. Gøtan hevur fleiri søguligar hendingar knýttar at sær, eitt nú er hetta gøtan, har fótbóltsfelagið B36 byrjaði í smáum. Tróndargøta er eisini mark millum Suðurstreymoyar eystara prestagjald og Suðurstreymoyar vestara prestagjald, hetta markið heldur fram norðureftir við Varðagøtu, har hon tekur við eftir Tróndargøtu. Bókasavn. Í dag eru 15 fólkabókasøvn og 11 skúlabókasøvn í Føroyum. 13 av fólkabókasøvnunum eru smá og hava bara opið nakrar tímar um vikuna. Landsbókasavnið keypir og skrásetir bøkur fyri tey flestu av hesum bókasøvnunum. frá 2002 er eisini galdandi fyri fólka- og skúlabókasøvn landsins, haraftrat er hon eisini galdandi fyri meginbókasøvn og bókasøvnini á vinnu- og miðnámsskúlunum og í hægri undirvísingarstovnum. Føroya Landsbókasavn. Føroya Landsbókasavn varð stovnað í 1828 sum sjálvsognarstovnur. Við heimastýrislógini (1948) var bókasavnsmálið yvirtikið sum føroyskt sermál, og Føroya Landsbókasavn kom undir landsstýrið og virkar í dag eftir frá 8. mai 2001, sett í gildi 1. januar 2002. Í 2011 var stovnurin Søvn Landsins settur á stovn. Landsbókasavnið gjørdist ein av stovnunum undir Søvnum Landsins. Umframt deildarleiðari, starvast 17 fólk á Landsbókasavninum. Hans Pauli Olsen. Hans Pauli Olsen (1957 í Havn) er føroyskur listamaður, búsitandi í Danmark. Ávísngar úteftir. Olsen, Hans Pauli Olsen, Hans Pauli Tróndur Patursson. Tróndur Sverri Patursson (føddur 1. mars 1944 í Kirkjubø) er listamaður, myndahøggari, sjófarari og ævintýrari. Hann hevur fleiri ferðir siglt á heimsins høvum við sjófararanum Tim Severin, eitt nú í 1993, tá teir sigldu frá Kina til Amerika á einum bambusflaka. Túrurin vardi 106 dagar. Ferðin gav honum íblástur til at gera "Kosmiska rúmið". Í 2013 gjørdi Kringvarp Føroya eina sending um Trónd Patursson, har tey m.a. fylgdu við honum til Nordic Cool framsýningina í Kennedy Center í USA. Hin 15. januar 2014 varð Tróndur heiðraður við Mentanarvirðisløn Landsins, sum er á 150.000 krónur og harvið størsta føroyska mentanarheiðurslønin. Handanin fór fram á hátíðarhaldi í Stóra Pakkhúsi í Vági. Lívsleið sum listamaður. Tróndur er ein viðurkendur listamaður, hann er eksperimenterandi, arbeiðir nógv við glasi, jarni og kopari. Hann hevur m.a. prýtt sølumiðstøðina SMS í Havn, Gøtu kirkju, Katólsku kirkjuna í Havn og Tornbjerg kirke í Odense. Tróndur var í læru til listamálara hjá Ingálvur av Reyni, síðan fór hann til Danmarkar, har hann fekk undirvísing hjá Hans Christian Høyer á Glyptotekinum. Í 1966-67 gekk hann á Norges Kunsthåndværkerskole. Eina tíð lærdi hann hjá Ståle Kyllingstad. Hann gekk í trý ár á Statens Kunstakademi í Oslo. Í 1972 hevði hann sína fyrstu serframsýning í Listasavni Føroya. Tróndur hevur havt fleiri framsýningar í øðrum londum. Í februar 2013 hevði hann eina framsýning á John F. Kennedy Center for the Performing Arts; tað var ein installasjón, sum á enskum nevndist “Migration,” og vísti fram umleið 90 stórir havfuglar úr litaðum glasi, sum hungu uppi í tí stóra rúminum í Kennedy Sentrinum í Grand Foyer vindeygannum á einari norðurlendskari framsýning, ið nevndist Nordic Cool 2013. Odense. Odense er størsti býurin á Fyn og triðstørsti býur í Danmark. Býurin hevur næstan 180 túsund íbúgvar (2019), Odense kommuna hevur meiri enn 204 túsund íbúgvar (2019). Borgmeistari er Peter Rahbæk Juel (A). Næststørsta sjúkrahúsið í Danmark, Odense Universitetshospital, er í Odense. Ævintýrarithøvundurin H. C. Andersen varð borin í heim í Odense í 1805. 15 tær bestu. 15 tær bestu er hittlistasending hjá Útvarpi Føroya. Sendingin byrjaði í 1968 við Kára Olsen sum verti. Sendingin datt so niður fyri í nógv ár, men bleiv so tikin uppaftur í 1990'unum. Frá 1994 og til 2002 var Heðin Arge fastur vertur á 15 Teimum Bestu. Síðani hava fleiri aðrir vertir verið, m.a. Niels Uni Dam. Í 2004 gjørdist Tummas Gudmundsen vertur, og seinni Jarleivur Hansen, sum var vertur til 2009. Í fyrstuni fór atkvøðugreiðslan fram við at skriva og senda bræv til sendingina, og skúlar og aðrir stovnar fingu blankar atkvøðulistar sendandi, sum kundu margfaldast, útfyllast og sendast aftur til Útvarpið. Nú greiðir man atkvøðu beinleiðis á heimasíðuni hjá sendingini. Sendingin hevur øll árini verður send leygarkvøld og endursend seinni í komandi vikuni. Heðin Arge Jensen. Heðin Arge Jensen starvaðist í nógv ár sum vertur í Útvarpi Føroya, serliga í tónleikasendingum. Hann gjørdi millum annað statussendingar á nýggjárinum, og ikki minst hittlistasendingina 15 tær bestu. Heðin Arge er eisini kendur fyri at hava staðið fyri útvarpssendingini Leygarkvøld í studio 5. Sendingin snúði seg fyri ein stóran part um fótbólt, har gestir, saman við verti, tosaðu um enskan og altjóða fótbólt og høvdu kjak. Trúgvastu gestirnir vóru Finnur Helmsdal, Chelsea fjeppari, og Kári Annand Berg, Manchester United fjeppari, ið settu síni fingramerki á sendingina. Kaj Johannesen. Kaj Johannesen (føddur í 1963 í Leirvík, deyður 21. oktober 2020) var føroyskur tónleikari og skald. Hann byrjaði tónlistarligu yrkisleið sína við at spæla bass, men hevur síðani eisini sungið og spælt guitar og slagverk. Yngra ættarliðið kendi best Kaj sum trummusláara, einamest frá bólkunum Moirae, Taxi, Húskallar og øđrum. Kaj var í fleiri ár formaður í FUT, sum m.a. skipaði fyri árligu Ólavsøkukonsertini. Keldur. Johannesen, Kaj Johannesen, Kaj Johannesen, Kaj Kim Hansen. Kim Hansen er uppvaksin í Nólsoy. Hann lærdi seg á ungum árum at spæla tangentar og er síðani vorðin kendur í Føroyum fyri at syngja, spæla klaver og keyboard. Hann smíðar løg sjálvur, men framførir eisini løg hjá øðrum. Kim byrjaði sum fólkatónleikari við Spælimonnunum í Nólsoy. Nakað seinni var hann tónleikari til fleiri studentakabarettir í sjónleikarhúsinum, eins og hann spældi við m.a. Ingun Simonsen Band og øðrum bólkum í Havn. Aftaná á tónleikaháskúlan í Danmark í 1991, gav hann saman við bólkinum Jóanes & Co í 1992 út kasettubandið "Flúgvandi Hugskot", har tey flestu helst kenna lagið "Maria". Kim gjørdist av álvara kendur við bólkinum Moirae, sum vann Prix Føroyar í 1995. Bólkurin Moirae hevur tvær útgávur á baki: "Moirae", 1996 og "Sangir úr náttini", 1998. Aftaná Moirae var Kim sangari og klaverleikari í bólkinum Taxi í nøkur ár, sum eisini vann Prix Føroyar í 1999. Annars hevur Kim sitið aftan tangentarnar í sangleikum sum "Jesus & Makedonarin" og "Skeyk" 1997 eins og hann hevur skriva tónleik, lagt til rættis, lagt røddir og tónar til fleiri av føroysku útgávunum tey seinastu árini. Kim hevur eisini gjørt tónleik til sjónvarpsendingar og filmar, eins og hann hevur skriva tónleik til leikirnar "Elling & Kjell Bjarni" í 2004, "Momo" 2005, "Í Geyma" 2008. Kim hevur arbeitt sum tónleikari saman við m.a. Frændur, Jens Lisberg, Eyðun Nolsøe, Chase, Brandur Enni, Eivør Pálsdóttir, Maggie Reilly, FR David, Russ Taff og Showmonnum. Slóðir úteftir. Hansen, Kim Jens-Kjeld Jensen. Jens-Kjeld Jensen er ein fugla- djóra- skordýrs- og náttúruserfrøðingur, sum er sjálvlærdur. Hann er rithøvundur og hevur útgivið fleiri bøkur um djóralívið og fuglalívið í Føroyum. Í mai 2015 varð hann tilnevndur heiðursdoktari av Fróðskaparsetri Føroya. Hann er dani, men hevur búð í Føroyum síðan 1970. Hann býr í Nólsoy saman við unnustu síni Maritu Gulklett. Hann tekst við ymiskum náttúrutengdum virksemi. Kendastur er hann helst sum fuglaútstappari, men harumframt er hann serfrøðingur í føroyskum fuglum og skordýrum, og eisini hevur hann stóran áhuga í plantum. Í Nólsoyar bygd hevur hann eisini ein garð við ymiskum føroyskum pílasløgum. Hann hevur funnið fleiri nýggj djórasløg, nýggj sløg av skordýrum og lúsum. Hann hevur nógv samband við bæði føroyingar og útlendingar. Í 2012 varð hann heiðraður við Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri Mentanaravrik. Í 2020 fekk hann umhvørvisheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum. Pílur. Loðpílur og arktiskur pílur eru nú nærum avoydd av seyði. Pálmapílur finst í bygdum øki og einstøkum homrum uttangarðs. Í katólskari tíð brúktu føroyingar greinar av hesum píli til Páskagudstænastur, til minnis um pálmagreinarnar ið lagdar vóru á vegin tá ið Jesus reið inn í Jerúsalem, harav navnið 'Pálmapílur'. Jóannis Kristiansen. Jóannis Kristiansen (12. februar 1918 í Leirvík - 3. mars 1988 í Keypmannahavn), ofta eisini nevndur leirvíksmálarin, var listamálari. Hann giftist 1967 við Else Margrethe Bonke úr Hvidkilde á Lollandi, og hon er á mongum av hansara persónsmyndum. Jóannis fór í 1935 til Danmarkar, har hann fór í handverkslæru sum málari. Tá lærutíðin var lokin, var seinni heimsbardagi brostin á, og Jóannis var eins og mangir aðrir føroyingar verandi í Danmark krígsárini. Hesi árini slapp hann at útbúgva seg á listarliga økinum. Í 1941-42 kom Jóannis inn á Tegne- og malerskolen "Studio" í Palægade. Seinni kom Jóannis í læru hjá myndahøggaranum Ib Schmedes, sum hevði næmingar sínar á Den Kongelige Afstøbningssamling á Statens Museum for Kunst, og endiliga – í 1944 – lá gøtan opin inn á Kunstakademiið. Jóannis varð búgvandi í Danmark til hann doyði í 1988, men vitjaði javnan í Føroyum um sumrini at mála. Nógvir av málningum hansara hava myndevni úr Leirvík og har um leiðir. Slóðir úteftir. Kristiansen, Jóannis Ølklubbar. Ølklubbar vóru upprunaliga eitt fyribrigdi íkomið av føroysku rúsdrekkaskamtanarskipanina, sum varð avtikin fyrst í 1990-árunum. Bara í Havn vóru fleiri ølklubbar: Mimir, Kaggin, Tórshøll, Kvøldlot og Havnar Klubbi. Eisini Klaksvík hevði sín klubba, Klaksvíkar Klubbi, og fleiri bygdir høvdu klubbar eisini, til dømis Fuglafjarðar Klubbi og Tvøroyrar Klubbi. Síðan rúsdrekkaskamtanin varð avtikin eru hesir klubbar broyttir meir ella minni til vertshús, og stranga kravið um limaskap er bloytt upp, og hava klubbarnir nú antin atgongumerkjasølu ella ókeypis atgongd. Ølklubbarnir vóru ein háttur at umgangast skamtanarskipanina; limirnir lótu inn skamtanarkort sítt, og klubbin keypti so inn stóra nøgd av rúsdrekka fyri samlaða skamtin hjá limunum. Síðani rak klubbin barr á "vanligan" hátt. Kaggin. Kaggin varð settur á stovn í 1969 í Havn og virkaði sum ølklubbi til hann læt aftur á heysti 2007. Søgan. Sosialurin hevði eina grein um Kaggan í blaðnum tann 20. november 1999 við yvirskriftini "Mjørkadalur dróg konufólkini". Í greinini varð greitt frá søguni hjá Kagganum. Sonne Smith hevði skrivað eina bók um Kaggan, nú tað vóru liðin 30 ár, síðan felagið varð stovnað á stovnandi aðalfundi hin 8. november 1969 á loftinum á kondittarínum í Havn. Navnið bleiv samtykt nakrar dagar frammanundan, tað var Sonja Egholm, systir Hjørdis, konu Heðin Mortensen, ið fann uppá navnið. Á stovnandi aðalfundinum vóru: Sigurd Bech, Steinbjørn Zachariasen, Sonne Smith, Heðin Mortensen, Eyðun Jensen, Marius Joensen á Hvítanesi, Frits Joensen, Ronald Thomsen, Svend Poulsen (Bambus), Thomas Michael Smith, Kári D. Petersen og Finnur Johansen. Heðin Mortensen varð valdur til orðstýrara og fundurin valdi Sigurd Bech til formann og Steinbjørn Zachariasen, Sonna Smith, Eyðun Jensen og Thomas Michael Smith í nevndina. Teir, ið tóku stig til at seta Kaggan á stovn, vildu hava eitt alternativ til Mimir og Mjørkadal. Teir hildu, at Mjørkadalur hevði ymisk tiltøk, ið dróg ungdómin og serliga genturnar til sín. Teir vildu eisini, at konufólk kundu gerast limir, og tað hendi so tvey ár seinni, tá ið trý konufólk gjørdust limir í Kagganum. Kaggin lá á horninum við Dalavegin og Jóannesar Paturssonargøtu. Eitt dansifelag, sum dansaði føroyskan dans, helt til í Kagganum og var uppkallað eftir honum, tað nevndist Dansifelag Kaggans. Har var eisini Bridgedeild Kaggans og Billjarddeild Kaggans. Veitslur vórðu hildnar í Kagganum, og sangir vóðru eisini yrktir til høvið. Í 2009 kom út ein fløga við heitinum "Kaggin - sangur og skemt" við sangum og samrøðum, t.d. eru fleiri sangir við Robert McBirnie og Herman Jacobsen, sála. Kaggin læt aftur á heysti 2007. Húsið, har Kaggin helt til, varð seinni selt til Frelsunarherin, sum bygdi um og læt húsið upp sum herberg fyri heimleys. Mimir. Mimir er ein av gomlu ølklubbunum í Havn. Hann varð settur á stovn 7. november 1967. Dagligur leiðari er Annlis Jensen. Happy hour er vanliga fríggjadagar kl.17-22. Nógv hevur verið skrivað um Mimir. Eisini vóru Mimir nevndir í sangi hjá Páll Finnur Páll. Hans Fróði Hansen. Hans Fróði Hansen í 2013. Hans Fróði Hansen (føddur 24. august 1975) er ein føroyskur fótbóltsleikari og venjari. Hann spældi 26 landsdystir fyri Føroyar. Hann hevur eisini roynt innan onnur øki, eitt nú hevur hann roynt seg innan húðrøktarvørur og líknandi. Fótbóltsleikari og venjari. Hans Fróði gjørdist fyrst kendur sum fótbóltsspælari, har hann spældi 26 dystir á landsliðnum 1998-2003. Í 2012 avgjørdi Hans Fróði at royna seg í føroyskum fótbólti enn einaferð, hesaferð sum leikandi hjálparvenjari fyri TB. Ætlanin er at hann skal spæla við besta liðnum, sum flutti upp í Meistaradeildina eftir leiklok í 2011. Vakurleikafrøðingur. Seinni hevur hann nomið sær kunnleika innan móta og stíl og var eitt skifti vakurleikafrøðingur í USA undir navninum "Mr. KayKay". Tað var eisini við navninum KayKay at Hans Fróði í 2006 útgav bók á enskum um vakurleikarøkt. Keldur. Hansen, Hans Fróði Hansen, Hans Fróði Hansen, Hans Fróði Tita Vinther. Tita Vinther er vevkona og er eisini deyð listakvinna. Í 2005 fekk hon Mentanarvirðisløn Landsins, "fyri hennara slóðbrótandi arbeiði innan vevlist í Føroyum". Robert Baden-Powell. Robert Stephenson Smyth Baden-Powell (føddur sum "Robert Stephenson Smyth Powell" 22. februar 1857, deyður 8. januar 1941) var ein bretsk hermaður og rithøvundur, sum millum annað stovnaði skótarørsluna. Lívsleið. Robert Baden-Powell var virkin sum heryvirmaður í bretska herinum í India og Afrika frá 1876 til 1910. Sum bert 19 ára gamal gjørdist hann yvirmaður í 13. Husarregimenti í India í 1876. Í 1896 vendi hann aftur til Afrika, har hann luttók í Matabelekrígginum (Simbabvi) og Ashanti-herferðini (Gana). Hann skipaði verjuna í Mafeking í Boarakrígginum (1899-1902) í Suðurafrika, og gjørdist hann heimsgitin av hesum. Eisini skipaði hann suðurafrikansku ríðandi løgregluna, og gjørdist generalinspektørur í 1903. Tá ið hann kom aftur til Onglands, vildi hann læra dreingir at vera sjálvbjargnir, sum er endamálið við skótarøsluni. Robert Baden-Powell stovnaði skótarørsluna á Brownsea-oynni í Dorset tann 1. august 1907. Fyrsta altjóða Jamboree varð hildin í Onglandi í 1920. Har varð Robert Baden-Powell útnevndur til alheims skótaovasta. Hann giftist við Olave Baden-Powell (fødd St Clair Soames) í 1912. Hon gjørdist seinni ovasti hjá gentuskótunum og var áhugað í skótaarbeiðinum. Í 1939 fluttu hjúnini Baden-Powell úr Onglandi til Nyeri í Kenja. Robert Baden-Powell andaðist 8. januar 1941 og varð jarðaður í Kenja. Hann hevði búð og verið í kríggi í Afrika so stóran part av lívinum, at hann valdi at jarðast har. HTML. HTML er vanliga nýtta styttingin fyri Hyper Text Mark-up Language. Hyper text verður millum annað nýtt at gera slóðir millum heimasíður, og er soleiðis eitt grundarlag fyri at internetið hongur saman. Fjós. Fjós er hús ella rúm til húsdýr. Upprunin til orðið er fornnorrøna "féhús", sum beinleiðis týtt til føroyskt merkir fæ-hús, altso húsið, har fæið (djórini) var. Føroyska fótbóltsmanslandsliðið. Føroyska A-landsliðið í fótbólti hjá monnum vann fyrsta EM-undankappingardyst sín í Landskrona 12. september 1990, tá Torkil Nielsen skeyt mál móti eysturríkska landsliðnum. Síðani hava úrslitini verið svingandi, sum oftast vinna mótstøðuliðini, men onkrir sigar og javnleikir eru av og á, og sigurin hjá stórum fótbóltstjóðum er onkuntíð sera tepur, sum t.d. tá Føroyar tapti 0-1 á heimavølli móti Italia í 2011. Føroyar fingu limaskap í FIFA í 1988 og UEFA í 1990 og spældu sín fyrsta altjóða landsdyst móti Íslandi hin 24. august 1988, Ísland vann dystin 1-0. Hin 14. november 2014 vunnu Føroyar á útivølli móti Grikkalandi í undankapping til EM í fótbólti. Jóan Símun Edmundsson gjørdi málið. Hin 13. juni 2015 eydnaðist tað enn einaferð fyri føroyska fótbóltslandsliðið at vinna móti Grikkalandi, tá ið Føroyar hevði heimavøll á Tórsvølli. Føroyar vann dystin 2-1, málini hjá Føroyum gjørdu Hallur Hansson og Brandur Olsen. Gott 11 milliónir búgva í Grikkalandi og umleið 49.000 í Føroyum. Grikkaland gjørdist evropameistari í 2004 og luttók í endaspælinum á HM 2014. Vunnu gull á Oyggjaleikum. Føroyska A-landsliðið vann gull á Oyggjaleikunum í 1989 og 1991. Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum hevur ikki luttikið á Oyggjaleikum í nógv ár. Liðskiparar. a> hin 22. mars 2013 á útivølli. Leikarar við flest leiktum dystum. "Dagført pr. 1. apríl 2021 eftir dystin móti Skotlandi." Núverandi hópurin. Hesir leikarar fingu landsliðsboð til HM-undankappingardystirnir móti vinardystin móti Moldova hin 25. mars 2021, Eysturríki hin 28. mars 2021 og Skotland hin 31. mars 2021. "Dystir og mál pr. 1. apríl 2021 eftir dystin móti Skotlandi." Nýlig landsliðsboð. Hesir leikarar hava fingið landsliðsboð seinastu 12 mánaðirnar. Fuglafjarðar Bókasavn. Bókasavnið heldur til í gamla skúlanum, ið varð bygdur í 1882. Húsini eru laðað úr gróti og hava flagtak. Í 1970-árunum var kommunuskrivstova í øðrum endanum í húsinum. Í løtuni virkar eingin bókavørður á bókasavninum, men hjálpandi starvsfólk. Í 1990-árunum læt kunningarstova upp í tilbygninginum, sum fyrr var forhøll hjá bókasavninum. Og í 2000-árunum varð húsið enn meira útbygt við tilbygningi, sum nú hýsir barnabókasavnið. 1857. 1857 (MDCCCLVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Gdańsk. Gdańsk (á týskum Danzig) er ein býur i Póllandi, sum hevur umleið 460.000 íbúgvar. Býurin er ein hin týdningarmesti havnabýur Póllands. Býurin liggur í Norðurpóllandi út til Eystrasalt (Baltiska havið). Býurin hevur áður hoyrt til Týskland og hevur eisini verði sjálvstøðugur til tíðir. Býurin Gdansk í Eysturproysalandi í Norðurpóllandi, er søguligur býur, bygdur í miðøld. Í 1356 kom hann upp í týsku Hansasamgonguna og gjørdist ein av týdningarmestu handilsbýum við Eystarasalt. Næstan allur býurin var oyðilagdur undir Seinna heimsbardaga, men er nú endurreistur í upprunaligum líki. Grót (felag). Tónleikasamtak sprottið úr tónleikalívinum í Gøtu. Tað var stovnað í 1998. Hevur mangan havt tónleikatiltøk í Losjuni í Gøtu, og stóð upprunaliga aftan fyri G!-festivalin. FUT. Kaj Johannesen hevur í fleiri ár verið formaður í felagnum. FUT er ætlað at virka sum yrkisfelag fyri limir sínar, og harumframt skipar felagið fyri tónleikatiltøkum kring alt landið. Árliga Ólavsøkukonsertin er eitt av hesum tiltøkum, og kvøldið fyri Prix Føroyar-semifinaluna í Trongisvági 2005 skipaði FUT fyri konsert í TB-húsinum við summum av Prix-bólkunum. Tórsfest. a>, Áarvegur og ein partur av Kommunuskúlanum síggjast á myndini. Tórshavn, Skálatrøð sæst vinstrumegin Tinganes, Kommunuskúlin sæst eisini. Á báðum støðum hevur Ólavsøkukonsertin verði hildin. Tórsfest (fyrr: Ólavsøkukonsertin og Ó-festivalur) hevur verið fyriskipað í Tórshavn síðan 1986. Konsertin hevur verið hildin ymsastaðni í Havn, millum annað á Skansanum, á Skálatrøð, í Tórsgøtu og í nøkur ár í Kommunuskúlagarðinum. 2008-2010 var konsertin hildin í Tórsgøtu mitt í býnum, í 2011 varð konstertin aftur hildin á Skálatrøð, tó undir heitinum Ó-konsertin. Tey fyrstu árini var tað FUT sum fyriskipaði árligu konsertina, ið var eitt startskot til ólavsøkuna. Konsertin lá í byrjanini 27. juli, beint áðrenn Ólavsøku. Síðan 2012 hevur Tórshavnar ítróttarráð fyriskipað ólavsøkukonsertina, og í 2014 broytti konsertin navn til Tórsfest, og flutti samstundis niðan á Vaglið í Havn. Konsertin liggur nú síðsta leygarkvøldið fyri ólavsøku, tó var eitt undantak gjørt í 2019, tá konsertin varð hildin 20. juli og 2018 varð hon hildin 21. juli. Hetta tí Gay Pride hevur lagt seg fast á 27. juli. Í 2010 var tað Tórshavnar kommuna sum skipaði fyri konsertini og í 2011 var tað Tonleikur.fo við Elin Hentze sum fyriskipaði og samskipaði Ó-konsertina og Ó-Festivalin fyri Tórshavnar kommunu. Staðseting av ólavsøkukonsertini. Ólavsøkukonsertin hevur ferðast kring býin, og tykist nú at hava funnið sítt fasta pláss á Vaglinum í Havn, undir nýggja navninum Tórsfest. Ó-festivalur 2011. Byrjað varð kl. 17, Mike, frásøgumaður, DJ Pandaboy kl. 18, Levi Mørk, býráðslimur setti Ó-Festivalin kl. 19.00. SIC, Gipsy Train, Kristel Lisberg, Brandur Enni, dansarar úr Kennir tú Margar?, FAROE5, The Dreams, Páll Finnur Páll og at enda enn einaferð DJ Pandaboy kl. 2.30. Ólavsøkuaftan framførdu føroyskir tónleikarar og sangarar á ókeypis konsertum á einum av pallunum kring um í býnum. 28. juli á Áarpalli: Elin Brimheim Heinesen, Person, Dánjal og Bjarki, Konni Kass Trio. Á Tórspalli 28. juli: Guðrið Hansdóttir, Hanus G. Johansen, Høgni Lisberg og Tinganest. 28. juli í Steinatúni: Martin & the Revelators, Sakaris. 28. juli á Skálatrøð: Angela & Hannibal, Rambo – Ungdómsbólkur, Jákup & Bára, Streingjakórið hjá Frelsunarherinum, Eldshow, DJ Rex, Joey Moe. 29. juli á Áarpalli: Marner av Lofti, Stanley Samuelsen, Jens Marni Hansen, Lív & the Zoo. 29. juli í Steinatúni: Fróði & the Pink Slips, Hamferð. 29. juli á Tórspalli: Guðrun og Bartal, Kim Hansen, Divaz. 29. juli á Skálatrøð: Angela & Hannibal, Jákup & Bára, Rambo – ungdómsbólkur, Eldshow, DJ Fox, tvey kór, Joey Moe. Ólavsøkukonsertin 2010. Á góðveðurs degnum tann 23.Juli 2010, var ein ókeypis upphitingarkonsert til Ólavsøkukonsertina 2010 hildin í Vágsbotni. Diskarnir Brynjolf á Heygum, (B.A.B.Y.) og DJ Afrokid spældu síð um síð, og eisini bólkurin, Bet You Are William, vóru forbí. Filip Mortensen frá The Ghost var undirhelt. Unn Kragesteen var conferencier. Mett varð, at uml. 500 fólk møttu upp at njóta góðveðrið og tónleikin henda dagin. Føroysku nøvnini á Ólavsøkukonsertini 2010 vóru hesi: Guðrið Hansdóttir, Bet You Are William, Crawling Blue, The Ghost, Grandma´s Basement, Hamferð, Jens Marni Hansen og Páll Finnur Páll. Høvuðsnavnið varð danski rock bólkurin Dúné. Aftrat hesum var tað vælumtøkta Underbeat í Perluni og hildi eitt 'Ólavsøku-rave', har tann kendi danski diskarin og internationali produsarin Kasper Bjørke spældi, saman við fleiri føroyskum diskarum, millum annað Dj Afrokid, Brynjolf á Heygum, Frau og mong onnur. Konsertin ið 2010 varð deild upp í ein 'Høvuðspallin' ið var uttandura í Tórsgøtu. Ein 'uppkomandi-pall' inni á Gamla Reinsarínum, har uppkomandi føroyskir bólkar spældu meðan steðgur var á 'høvuðspallinum'. Og síðan Underbeat í Perluni. Ólavsøkukonsertin 2008. Tey sum framførdu á Ólavsøkukonsertini 2008 vóru hesi: Hanus G. Johansen við bólki, Páll Finnur Páll, Lena Anderssen, Sic, 200, Bet You Are William, Synarchy, DJ Pete Switch, Eager To Please, Katla, Martin Joensen og Brandur Enni. Lisboa. Lisboa er høvuðsstaður og størsti býur í Portugal. Á føroyskum verður býurin ofta nevndur Lissabon, men hetta er týska heitið fyri býin, eins og vit nevna København Keypmannahavn, og eingilskmenn nevna Firenze Florence. Í 1755 var ein stórur jarðskjálvti, sum legði miðbýin í oyði. Í kontrast til gomlu sjarmerandi og labyrintisku býarpartarnar Alfama og Bairro Alto, sum liggja ávikavist eystan- og vestanfyri er miðbýurin Baixa merktur av neyvari býarplanlegging, stásiligum bygningum og beinum linjum og vinklum. Lissabon var stórur og ríkur strandabýur. Eftir jarðskjálvtan tók tað mong ár at byggja býin uppaftur til tað, hann áður var. Jarðskjálvti í Lissabon. Jarðskjálvtin í portugisiska høvuðsstaðnum Lissabon í 1775 var versta náttúruvanlukka í Evropa í 18. øld. Ímeðan túsundtals fólk vóru savnað til messu í kirkjunum allahalgannadag, fóru ógvisligir skjálvtar um býin í 15 ræðuligar minuttir. Tveir triðingar av øllum húsum, stórum og smáum, toftunum. Pombal stóð á odda fyri endurreisingini. Hann nýtti gull og silvur úr ríka portugisiska hjálandinum Brasil at fíggja arbeiðið við. Jarðskjálvtin í Lissabon gjørdi, at fyrst dró alt vatnið út úr Tejoá. So kom ein øgilig flóðalda niðan ígjøgnum ánna og legði inn yvir forstaðirnar. Í nógvar dagar eftir skjálvtan var ymsastaðni eldur í býnum. Alfama. Elsta økið í býnum, har tú framvegis finnur miðaldarlig pláss og pláss, ið eru ávirkað av arabunum. Í gomlum døgum var Alfama økið, har tey fínu fólkini búðu, men eftir jarðskjálvtan í 1755 gjørdist tað arbeiðarakvarter. Nógvar gøtur eru so smalar, at bilar fáa ikki koyrt, og aðrastaðni er bilkoyring ómøgulig, av tí at brøttu gøturnar gjørdar til trappur. Eyðkendi sangstílurin "fado" hevur sín uppruna í Alfama; klagandi sangurin er ofta um saknaðar ella sjólátnar sjómenn, sum sum vera man ofta búðu í hesum arbeiðarakvarterinum, og í Mouraria, ið nú er so samansmeltað við Alfama, at ilt er at siga, hvar annar býlingurin endar, og hin byrjar. Tað er í Alfama, tú finnur miðaldarborgina Castelo de São Jorge og vøkru kirkjuna Graça. Bairro Alto. Bairro Alto (navnið merkir "høgi býlingurin") er eins lokkanetkent og Alfama. Men har Alfama er arbeiðarakvarter burturav, er Bairro Alto eitt bohemekvarter, har tey ungu og kulu búgva og hittast. Her yður í hippum handlum og lekrum matstovum, og hetta er eisini staðið, har fólk hittast fyri at fara í býin á smáu barrunum og spælistøðunum. Eitt vanligt vikuskiftiskvøld kunnu gøturnar vera eins pakkaðar við vælhýrdum fólki og havnargøtur á Ólavsøku. Chiado. Bairro Alto er samansmeltað við fínara økið Chiado, sum er úrslitið av endurbygging í 18. øld. Frá Chiado ber til at fara við elevatorinum Elevador de Santa Justa niður til Baixa (navnið merkir "lágt"). Elevatorurin er partur av almenna flutninginum í býnum. Portugisiskt mál. Lond við meiriluta av fólki, ið tala portugisiskt. Portugisiskt mál er í ætt við spanskt, men kortini eru málini rættiliga ymiskt. Serliga er tað ljóðið í málunum, ið brýtur frá - lættari er hjá portugisum og spaniarum at lesa enn at hoyra málini hvør hjá øðrum. Tó skilja nógvir portugisar spanska talu, ið liggur tættari upp at tí skrivaða enn portugisiskt ger. Portugisiskt er ættað úr latíni og ávirkað av arabiskum og øðrum málum, av tí at portugisar altíð hava verið sjófólk við stórum handilssambandi við útheimin. Frá 1500- til 1700-árini var portugisiskt eitt týdningarmikið handils- og samskiftismál, nakað sum enskt er nú á døgum. Útbreiðsla. Umframt at verða talað í Portugal, verður portugisiskt mál tosað í Brasilia, Guinea-Bissau, Angola, Mosambik, Makao, Grønhøvdaoyggjunum og Sao Tomi og Prinsipi. Málið verður talað av umleið 180 mió. fólkum kring allan heim. Brasil. Samveldis Lýðveldið Brasil (á portugisiskum "República Federativa do Brasil"), ofta stytt Brasilia ella Brasil, er størsta og fólkatættasta landið í Suðuramerika, víddin er næstan tann sama sum hjá USA. Landið er á stóra økinum millum Andesfjøllini og Atlantshavið og hevur landamørk upp til Uruguei, Argentina, Paraguei, Bolivia, Perú, Kolombia, Venesuela, Gujana, Surinam og Franskt Gujana. Brasil hevur fingið navn eftir brasiltrænum, sum veksur í landinum, og hevur eitt stórt náttúrutilfeingisríkidømi. Landið hevur stór landbúnaðarøki og risastórar regnskógir. Brasil er fimtstørsta land í heiminum, bæði hvat viðvíkir íbúgvatali og landafrøði. Við nógvum og góðum náttúrutilfeingi, skjótt vaksandi ídnaði og sterkum gjaldoyra, verður landið roknað sum eitt av heimsins komandi stórveldum. Høvuðsstaðurin eitur Brasília. Hann avloysti í 1960 Rio de Janeiro, sum inntil tá hevði verið brasilskur høvuðsstaður. Stórfingni býarplanurin hevur skap sum eitt jetflogfar. Størstu býir eru São Paulo og Rio de Janeiro. Aðrir stórir býir eru Anapolis, Belem, Belo Horizonte, Campinas, Curitiba, Fortaleza, Goiania, Manaus, Porto Alegre, Recife, Salvador, Vila Velha og Vitória. Brasil er beint við og beint sunnan fyri ekvator, so har er rættiliga heitt alt árið, men tann mesti hitin er ofta í desember. Meðal samdøgurshitin í t.d. Rio de Janeiro er 24 °C. Navnauppruni. Úr 16. til 19. øld var Brasil portugisiskt hjáland, og tað vóru portugisar, ið nevndu landið "Brasil" eftir tropiska reyðviðinum bresilja (frøðiheiti "Caesalpinia echinata"). Søga. "Les eisini: Brasilska søgan" Nomaduættarbólkar høvdu búð í Brasil í í minsta lagi 6000 ár, tá landið varð uppdagað av portugisiskum rannsóknarfararum umleið ár 1500. Komandu trýhundrað árini búsettu portugisar seg í landinum og stýrdu tað sum eitt gevandi hjáland, grundað á trælahaldi. Evropearar fóru til Suðuramerika at leita eftir gulli og silvri. Í 18. øld kom næstan alt silvur í heiminum úr sponskum námum í Latínamerika. Síðst í 17. øld funnu nakrir portugisiskir trælahandilsmenn gull í landslutinum Minas Gerais eystantil í Miðbrasil. Fólk floymdu hagar úr sukurlundunum við brasilsku strondina. Í 1727 vórðu diamantar eisini funnir í Minas Gerais. So mong fólk fluttu hagar úr sukurlundunum, at sukurídnaðurin var um at fara fyri skeytið. Indiánarar og afrikanskir trælir arbeiddu í námunum fyri lítla og onga løn. Arbeiðararnir doyðu av sjúku, mattroti og løstum, teir fingu í námunum. Í 1808 flutti João VI av Portugal, sum var flýddur undan Napoleon, til Brasil saman við kongafamiljuni og stjórnini. Hóast tey fóru aftur til Portugals í 1821, hevði uppihaldið við sær, at brasilska fólkið ynskti sær sjálvstýri, og í 1822 stovnaði Dom Pedro I tað sjálvstøðuga Brasilska Ríkið. Ríkið vardi inntil næsti keisarin Dom Pedro II, varð koyrdur frá í 1889 og ein republikansk føderatión varð sett á stovn. Síðst í 1800-árunum og fyrst í 1900-árunum fluttu fleiri enn 5 milliónir evropear og asiatar til Brasil. Í sama tíðarskeiði vaks eisini ídnaðurin, og man fór at gagnnýta lendið betur. Brasilska demokratiið broyttist til einaveldi tríggjar ferðir: 1930-1934 og 1937-1945 undir Getulio Vargas, og 1964-1985 undir eini røð av herovastum. Fólkaræði hevur verið í landinum síðan 1985, men mutur og svik er framvegis stórt vandamál í brasilskum politikki. Landalæra. "Les eisini greinina: Brasilsk landalæra" Brasil er størsta landið í Suðuramerika og er næstan helvtin av øllum meginlandinum. Í landnyrðingspartinum í landinum eru oyðimerkur, norðanfyri og vestanfyri eru ovurstórir regnskógir, og sunnanfyri eru óføra víðar grasfløtur. Av tí at veðurlagið er so fjølbroytt, ber til at dyrka mest sum allar búnaðarvørur. Í Brasil eru bæði nútímans stórbýir og ógranskað villmørk. Fyri sunnan eru áirnar Paragueiá og Paraná vorðnar byrgdar og veittar í Itaipúbyrgingina, sum er hemsins størsta vatnorkuverkætlan. Brasil er eyðkent av víða og lága Amazonas-regnskóginum norðanfyri, stóra váta lendinum Pantal vestanfyri, og sunnanfyri tað opna lendið við heyggjum og smáum fjøllum. Tað er brasilski landbúnaðardepilin, og har býr størsti parturin av fólkinum. Framvið Atlantshavsstrondini eru fjallaryggir, men hægstu fjøllini Pico da Neblina (3.014 m) og Pico 31 de Março (2.992 m), eru á markinum til Venesuela í statinum Amazonas. Amasonasáin er heimsins størsta á, tá tað er vatnmongdin, sum telur. Amasoná og áirnar, ið renna í hana, eins og mýrar og vøtn, eru ovurstórt feskvatnsøki. Amasoná rennur úr Andesfjøllum í Peru og verður alsamt størri og breiðari, sum hon rennur eystur ígjøgnum Suðuramerika og út í Atlantshav. Áin er 6.439 km. Longra helvtin á ánni rennur ígjøgnum Brasil, og er hon týdningarmesta flutningsleið í landinum. Stór skip sigla langt inn í landið, enntá til nýmótans býin Manaus, einar 1600 km úr Atlantshavsstrondini. Á hvørjum ári fer áin upp um áarbakkarnar, og nógv móra, ið taðar væl, legst á markirnar. Í Paraná-ánni eru teir hugtakandi Iguaçu-fossarnir, og harumframt skulu nevnast Rio Negro, São Francisco, Xingu, Madeira og Tapajós. Brasil er nær við ekvator, og tískil er veðurlagið í høvuðsheitum tropiskt, við fáum broytingum. Í sunnara partinum av landinum er veðurlagið tó subtropiskt, og meira tempererað, og har kann bæði kavi og frostveður koma fyri. Nógv avfall er í váta partinum av Amasonasøkinum, hóast tey eisini hava minni fruktagóð øki, serliga í landnyrðingspartinum. Størsti regnskógur á jørðini er í Amasonlendinum; lendið er næstan líka so stórt sum Avstralia og er triðingurin av Suðuramerika. Meginparturin av skóginum er í Brasil, báðumegin Amasoná. Í skógunum liva alskyns súgdýr, fuglar, skriðdýr og skordýr; har hava eisini mong indiánsk fólkasløg búð í fleiri túsund ár. Men regnskógurin er viðbrekin, og nú eru bæði dýr og upprunafólk í vanda fyri at verða týnd, tí at skógurin verður høgdur niður. Myndugleikarnir í Brasil hava seinastu árini ruddað stór skógarlendi og eggjað ognarleysum fólki at keypa sær búnaðarjørð og búseta seg har. Men jørðin er grunn, og eftir stuttari tíð ber hon onga grøði. Stórir partar av skóginum eru týndir, tí at trøini verða feld fyri at fáa við og landbúnaðarjørð til fólk, ið flytur til skógarøkið at búgva. Slakur triðingur av regnskóginum í Brasil er ruddaður at útvega ovurstóru neytagørðunum beiti. Men eftir fáum árum er beitið avbitið. So verður flutt og farið at fella trø aðrastaðni í skóginum. Fólkið. Í Brasil búgva fólk fyrst og fremst fram við strendurnar, og í minni mun inni í landinum. Fólkið er sera fjølbroytt og nógvar ymiskar mentanir eru at finna. Í suðri eru tað í stóran mun fólk sum eru eftirkomarar av eftirkomarum av evropearum frá hjálandatíðini, fyrst og fremst frá portugisum, týskarum og italiumonnum, men eisini polakkar og frá tilflytarum eftir hjálandatíðina. Fólk sum í nýggjari tíð eru flutt til syðra part av landinum eru polakkar, ukrainar, niðurlendingar, kinesarar og suðurkoreanar. Í norði og í ein landnyrðing er fólkið meira blandað við upprunafólkum og fólki av afrikanskum og evropeiskum uppruna. Tó hendi ein stór fólkaflyting mitt í 20. øld frá norði og Bahia móti suðri, hetta førdi til favela'irnar, og í dag eru tað fyrst og fremst fólk av blandaðum uppruna ið búseta seg har. Fyrisitingarligar eindir. Í Brasil eru 26 lutstatir ("estados") og eitt federalt distrikt ("distrito federal") og verður býtt sundur av IBGE í fimm regiónir: Norður, Landnyrðin, Mið-vestur, Landssynning og Suður. Norður. Región Norður hevur 45,27 % av landøkinum hjá Brasil, men samstundis er tað eisini har at fólkatalið er minst. Økið er sera lítið ment og har er lítið av ídnaði, men tað inniheldur størsta regnskógin í heiminum og har búgva nógv fólkasløg av indianskum uppruna. Landnyrðing. Ein triðingur av fólkunum í Brasil búgva í Región landnyrðingi. Regiónin er mentanarliga fjøltáttað við rótum frá tí portugisisku kolonitíðini, afrobrasilsk mentan og kulturellt diversifierad med rötter från den portugisiska kolonialiseringen, afrobrasiliansk kultur och heimlig indianaramentan. Regiónin er eisini tann ið hevur størst fátækradømi og hevur long tíðarskeið við turki. Regiónin er kend fyri sína vøkru strandalinju. Mið-vestur. Región mið-vestur er næststørsta regiónin í Brasil, men tey flestu fólkini búgva í teimum stóru býunum, og tað er her at høvuðsstaðurin Brasília liggur, somuleiðis liggur eisini heimsins størsta vátlendi, Pantanal, í regiónini. Landsynningur. Región Landsynning er tann ríkasta regiónin og tað er eisini har at fólkatættleikin er størstur. Regiónin hevur størri fólkatal enn nakað annað land í Suðuramerika og meir enn nakar av teimum størstu metropolunum í heiminum: São Paulo og Rio de Janeiro. Í regiónini er eisini tann størsta framleiðslan av olju og gas í Brasil. Suður. a>) er tað óalmenna symbolið fyri Región Suður. Región Suður hevur hægstu inntøku per íbúgva í Brasil og hægsta livistøði í landinum. Regiónin er eisini tann kaldasta við frostnætrum og einstakum kavastormum. Í Región Suður er tað størsta tali av tilflytarum úr Týskland og Italia og farvegurin eftir teirra mentan sæst allastaðna. Búskapur. Brasil er bæði ríkt og fátækt land. Nakrir stórbøndur og vinnulívsmenn eru ófatiliga ríkir, men flestu fólk á bygd eru fátæk. Stór framgongd og húsagangur hava leingi eyðkent brasilska búskapin. Í 1960- og 1970-árunum var stórur búskaparvøkstur í landinum. So kom stígur í, og stutt eftir fór Brasil á húsagang og var heimsins størsta skuldartjóð. Í dag er Brasil vegna stóra skuld í stórari búskaparligari og sosialari kreppu. Skuldin verður goldin við einum stórum parti av BTÚ, og hetta forðar fyri neyðugum íløgum og búskaparligum vøkstri. Størsti trupulleikin hjá stjórnini er at gjalda ovurstóru skuldina aftur. Men stórt náttúruríkidømi er í Brasil, til dømis gull og jarnmálmur, og námsvinnan er ein av týdningarmestu vinnuvegunum. Síðstu tredivu árini er nógv gull og eisini onnur steinsløg funnin í regnskóginum í Amasonlendinum. Við býin Carjas var av tilvild komið fram á eitt jarnmálmsfjall, tá ið ein jarðfrøðingur noyddist at seta seg við tyrlu sínari. Koparmálmur og manganmálmur vórðu eisini funnir har. Námsvinnan hevur stóran búskaparligan týdning í Brasil; men hon fer illa við viðbrekna regnskóginum. Brasil er mestsum sjálvbjargið við matvørum og øðrum nýtsluvørum, men landinum tørvar inntøku til tess at gjalda aftur stóru uttanlandsskuldina. Týdningarmestu útflutningsvørurnar, eru kaffi, steinsløg og flogfør, men eisini bilar, ið serliga verða seldir til Argentina. Meginparturin av vinnuídnaðinum í Brasil er í tríhyrninginum ímillum ídnaðarbýirnar Rio de Janeiro, São Paulo og Belo Horizonte. Høgi oljuprísurin í 1970-árunum noyddi Brasil at fáa sær okkurt annað brennievni. Granskarar komu eftir, at etanol, ið verður vunnið burtur úr geraðum avlopstilfari av sukurrørum, var væl nýtiligt. Tað er bíligari enn vanligt bensin og dálkar ikki so illa, tí at minni koltvísúrevni kemur frá brenningini. Triði hvør bilur í Brasil koyrir nú við hesum "grøna brennievni". Í skógunum vaksa plantur, ið verða brúktar sum ráevni í mongum dýrum ídnaðarvørum, t.d. gummi, máling, lakki, smyrsli og týdningarmest og fram um alt í heilivági. Í børkinum á kinatrænum er kinin, ið er heilivágur fyri malariu. Í øðrum plantum eru evni, sum verða nýtt í viðgerð fyri krabbamein. Túsundtals íbinholt-, tekk- og mahognitrø verða á hvørjum ári feld til útflutnings. Nú verða fólk eggjað til at keypa møblar av nálaviði, t.d. furu, sum veksur nógv skjótari. Brasil er tað land í heiminum, sum dyrkar og flytur út mest kaffi. Tað verður dyrkað í stórum lundum, tær flestu eru í státunum Paraná og São Paulo. Kaffi er tó bara ein høvuðsgrøðin; nógv verður eisini dyrkað av soyabønum, sukurrørum og bummull. Fá lond í heiminum dyrka fleiri appilsinir, bananir og kakaobønir enn Brasil. Um triði hvør brasiliani starvast í landbúnaðinum. Garðarnir eru misjavnir til støddar, úr smábrúkum til veldugar stórgarðar. Flestu verkafólk í landbúnaðinum stríðast og strevast fyri heilt lítla løn; men nakrir fáir stórbøndur vinna ómetaligan pening og eru so ríkir, sum fá kunnu ímynda sær. Fólkið. Fólkið í Brasil er blandað, flestu fólk eru hvít ella mulattar. Stórur munur er á ríkum og fátøkum, og í slummøkjunum í býunum er meginparturin av íbúgvunum svørt ella mestizar. Fyrr vóru um 5 milliónir indiánar í regnskóginum. Nú eru teir færri enn 200.000. Tey flestu eru flakkfólk; brenna eitt skógarøki av, dyrka tað og veiða har um vegir eina tíð og flyta so til annað øki. Hesin lívsháttur hevur við sær, at indiánarnir hava ikki týnt skógin. Men eftir at fremmand fólk uttaneftir komu inn í skóg in, eru mangir indiánar deyðir av sjúkum, sum t.d. krími og meslingum, tí at teir eru ikki mótstøðuførir ímóti hesum sjúkum.Fólkið í Brasil er nógv blandað. Nøkur eru ættað frá indiánunum, sum hava verið í Brasil í fleiri túsund ár; onnur frá portugisarum, sum ráddu har í 300 ár. Mangir brasilianar hava afrikanskar forfedrar, ið vórðu førdir til Brasil sum trælir í 17. øld at arbeiða í sukurlundunum. Fyrst í 20. øld komu mangir japanskir tilflytarar higar, tí at grøðin í Japan varð miseydnað. Mangir evropearar eru eisini fluttir til Brasil í 20. øld; teir hava búsett seg í syðra parti í landinum. Landsluturin Bahia í Landnyrðingsbrasil var tann fyrsti, sum evropearar løgdu undir seg. Seinni gjørdist Bahia kendur fyri, at svartir trælakokkar gjørdu góðar fiskarættir, sum teir smakkaðu til við kryddi úr Afrika. Á strondunum í Bahia selja konufólk enn hesar rættir umframt góðgæti úr kokos og leskiligar, kryddaðar fiskaposteiir. Tríggir fjórðingar av fólkinum í Brasil búgva í býum; teir flestu eru bygdir tætt við strondina. Mong fólk eru flutt av bygd og til býirnar at leita eftir arbeiði og betri korum. Í mong ár vuksu býirnir ógvuliga skjótt, men nú vaksa teir minni. Størsti býur er São Paulo; fleiri enn 19 milliónir fólk búgva har. Bráður býarvøkstur og stórt íbúðartrot hava havt við sær, at einar 25 milliónir fólk búgva í vesaligum fátækrabýlingum, nevndir favelas, í býarútryðjunum. Flestu húsini hava fólk sjálv bygt av burturblakaðum byggitilfari, men bygt verður eisini við viði, múrsteinum og sementi, sum verður keypt. Mong hús hava hvørki vatn ella kloakkskipan. Av tí at Portugal, ið er katólskt land, hevði yvirvaldið í Brasil í 300 ár, eru flestu fólk í Brasil katolikkar, og hvør býur og hvør bygd hava sítt egna verndarhalgimenni. Men fleiri milliónir brasilianar tilbiðja eisini gudar og andar úr gomlum afrikonskum átrúnaðum. Í desember og januar leggja fólk afrikonsku havgudinnuni, Iemanjá, gávur á strondina, t.d. blómur, sápu og frukt, í teirri vón, at nýggjársynski teirra skulu ganga út. Allir brasilianar spæla fótbólt ella hyggja at fótbólti, og í øllum stórum býum eru stórir bóltvøllir. Stóri Maracanavøllurin í Rio de Janeiro, sum var gjørdur til HM-meistaraskapin í fótbólti í 1950, rúmar 85.000 áskoðarum. Brasil hevur vunnið heimsmeistaraheitið fleiri ferðir enn nakað annað land. Mangir fótbóltsspælarar úr Brasil spæla uttanlands á kendum fótbóltsliðum í Portugal, Spania, Onglandi og Italia. Kap Verde. Grønhøvdaoyggjar ella Kabo Verdi (portugisiskt: "Ilhas do Cabo Verde") er oyggjabólkur uttanfyri afrikonsku vesturstrondini. Oyggjarnar kallast eisini Kap Verde Oyggjarnar. Málið er portugisiskt. Hetta er ein oyggjabólkur, til støddar 4.000 ferkilometrar (3 x Føroyar) sum liggja umleið 600 km. vestanfyri Senegal í Afrika. Kap Verde umfata 10 størri og fimm smærri oyggjar. Tann størsta Sao Tiago er 1.000 km2 ella umleið fýra ferðir størri enn Eysturoy. Fólkatalið er umleið 506.000. Upprunaliga vóru oyggjarnar eitt portugisiskt hjáland, men tað gjørdist sjálvstøðugt í 1975 eins og hini portugisisku hjálondini í Afrika. Men mótsatt teimum hevur friður verið á Kap Verde. Málið tey tosað er kreolskt, ein blandingur av portugisiskum og upprunamáli. Men skriftmálið er portugisiskt, sum eisini øll duga, eins og vit duga danskt. Søga. Kap Verde varð stovnað av portugisarum í 1462, og var í mong ár ein stór og týdningarmikil trælahavn í Vesturafrika. Eftir at trælahandilin steðgaði, royndu upprunafólkini sum frægast at liva av landbúnaði, men tey stóðu seg illa. Javnan var turkur í landinum og jarðartýningar gjørdi jørðina torføra at velta. Tá Kap Verde fekk sjálvstýri í 1975, var enn sera fátæksligt og hungursneyð kom fyri nógvastaðni í landinum, men í 1980'unum byrjaði rættilig ferð at koma á búskaparligu menningina. Í dag er Kap Verde at kalla eitt miðalinntøkuland, sum kann samanberast við eitt nú Marokko. Guinea-Bissau. Tjóðveldið Guinea-Bissau (alment portugisiskt heiti: "República da Guiné-Bissau") er eitt land í Vestur-Afrika. Almenna málið er portugisiskt. Guinea Bissau er slætt land við stórum mýrum og er innibyrgt ímillum Senegal og Guinea. Landið hevur verið portugisiskt hjáland - og gjørdist sjálvstøðugt í 1974. Landið er ógvuliga fátækt, og búskapurin er nógv bundin at menningarhjálp úr útheiminum. Mong fólkasløg búgva í landinum, fjølmentast er balantefólkið, sum býr úti við strondina. Flestu fólk liva av landbúnaði. Kokosnøtir, bummull, jarðnøtir og cashewnøtir er høvuðsgrøði. Jarðnøtur vaksa, sum navnið sigur, niðri í jørðini eins og epli. Nøtirnar verða tiknar upp og lagdar at torna, áðrenn bjølgurin og skalið verða brotin uttanav. Nakað av nøtum verður selt á bygdamarknaðunum, men meginparturin verður gjørdur til jarðnøtaolju (nýtt í matvøruídnaði) og jarðnøtamjøl (nýtt sum ráevni í jarðnøtasmøri). Skógarvinnan og fiskiskapur eru eisini týdningarmikil vinna. Sum í grannalondunum eru strendurnar í Guinea Bissau fagrar og dragandi. Fram við strendurnar eru mangrovumýrar, ovurstór runudíki, ósar og áir, ið skera seg sum ovurstórar villiniborgir inn í landið. Nógvur fiskur er fram við landi, og fiskiskapur hevur stóran týdning fyri fólkið, sum býr úti við strendurnar. Angola. Tjóðveldið Angola (Portugisiskt: "República de Angola") er eitt land í Afrika. Í norðri hevur Angola mark við Sair, í eystri við Sambia og í suðri við Namibia. Høvuðsstaðurin eitur Luanda. Fólkatalið var 25 789 024 við ársbyrjan 2014. Leingi hava borgarakríggj og hungur rakt Angola meint. Bæði politiskt kegl og ósemjur millum ættbólkarnar elva ofta til kríggj. Fyrst í nítiárunum vóru Angola herjað av borgarakríggi og skerpingi. Her er mattrot, og í nógvum býum er eigin vatnútbúningur. Tað eru tey veikastu, børnini og tey gomlu, sum doyggja fyrst. Í 2002 var so stór hungursneyð, at 18 000 fólk vóru hótt. Trælahandil. Evropeiski trælahandilin í Angola vaks ógvuliga nógv í 17. øld. Portugisar gjørdu herferðir inn í mong angolsk kongsríki eftir trælum. Í 1623 doyði kongurin í Ndongoríkinum í Angola, og árið eftir gjørdist systir hansara, Nzinga Mbande (1583–1663), drotning. Nzinga drotning setti seg uppímóti trælahandlinum, tá ið hon hoyrdi, hvussu ræðuligt tað var hjá trælunum umborð á skipunum, sum førdu teir til Suðuramerika. Tá ið Nzinga kom at samráðast við portugisar, vildu teir ikki geva henni sess. Men hon setti seg á bakið á einum manni, sum var komin við henni. Ikki vardi leingi, til kríggj brast á ímillum hennara og portugisar, tí at hon sýtti fyri at útvega teimum alsamt fleiri trælir, sum skuldu verða sendir til gróðrarlundirar hjá portugisum í Suðuramerika. Hon fekk grannaríkini í part sær ímóti portugisum, og tá ið teir róku hana úr Ndongo, tók hon ræðið í Matamba í Norðurangola og helt fram frælsisbardaga sínum. Tá ið hon doyði í 1663, var Matamba enn frælst ríki. Nýtt kongsríki. Seinast í 17. øld ráddu tvey bantufólk í Angola, lundar og lubar. Vælferð teirra bygdi á handil, helst við salti, kopari og jarni. Upprunaliga Lundaríkinum stýrdi kongsætt, sum nevndi seg "Mwata Yamvo". Við kazembunum sum høvuðsmonnum sendi hon út rannsóknarlið at taka grannaríkini og vinna sær nýtslurættindi yvir náttúrutilfeinginum, sum har var. Ríkini, teir løgdu undir seg, gjørdust hjálond hjá Angola. Í 1740-árunum ráddi ein kazembur á leiðini við niðara enda á Luapulaá. Hetta Luandakongsríkið kravdi inn skatt av salti og kopari í økinum vestantil og fekk eftirlit við jarnmálmanámunum eystantil. Í 1780-árunum seldi sami kazembur trælir vestureftir ígjøgnum Mwata Yamvo og kopar og fílabein eystureftir. Borgarakríggj. Tá ið portugisar fóru úr Angola í 1975, brast borgarakríggj á. Kríggið stóð ímillum frælsisrørsluna MPLA, sum Kuba og Sovjetsamveldið stuðlaðu, og UNITA, sum USA og Suðurafrika stuðlaðu. Í 1991 fekst vápnahvíld í lag. Stutt eftir var val, MPLA vann, og so brustu bardagarnir á aftur. Í 1994-1995 samdust partarnir um at binda frið, men seint hevur gingið at seta avtaluna í verk. So at siga eingir landspartar sluppu óskalaðir undan krígnum. Túsundtals fólk lótu lív (uml. 500 000), og uppaftur fleiri vórðu meiðslað. Uppreistur. Vegna tess, at uppreistur hevur herjað í Angola í fleiri ár, samstundis sum uppreistrarherurin UNITA ikki enn hevur hildið sínar skyldur, sum eru fevndar av Lusakasamtyktini, og samstundis sum støðan í Angola er ein hóttan í móti altjóða friði, hevur Trygdarráð Sameindu Tjóða samtykt fleiri fyriskipanir, ið limalondini eiga at útinna. Í 1993 varð samtykt at banna innflutningi av olju og vápnum til UNITA. Í 1997 og 1998 vórðu aðrar samtyktir gjørdar, sum hava til endamáls at avmarka og helst steðga virkseminum hjá UNITA. Cabinda. Cabinda er oljuríkur landslutur í Angola, og eisini samtíðis eitt øki, har uppreistrarmenn stríðast fyri sjálvstýri. African Nations Cup 2010. Togo hevur tikið seg úr African Nations Cup í 2010. Orsøkin er, at uppreistrarmenn úr Cabinda í 2010 skutu við maskinbyrsum eftir spælarabussinum hjá Togo. Bussførarin doyði av skotunum og tveir leikarar vóru særdir. Leikararnir hava tí gjørt av, at teir ikki luttaka í African Nations Cup 2010. Bussurin var á veg úr Kongo til Angola. Kendasti leikarin hjá Togo er óivað Emmanuel Adebayor, og hann er ikki ímillum teir skaddu. Málverjin Kodjovi Obilalé og verjuleikarin Serge Akakpo eru navngivnir sum skaddir, men lagt verður afturat, at fleiri eru á listanum. Annars frættist, at leikarar sluppu so væl, tí tveir bussar vóru. Uppreistrarmenninir skutu mest eftir fremra bussinum, har nærum bara viðføri var í. Flestu leikararnir sótu í aftara bussinum. Spurnartekin verður nú sett við, hví liðið úr Togo valdi at koyra í bussi gjøgnum vandaøki, tá teir eins væl kundu ferðast við flogfari til høvuðsstaðin í Angola, sum eitur Luanda. José Fernando Lelo. José Fernando Lelo var tíðindamaður fyri "Voice of America" (VoA) í Cabinda frá 2003 til 2007. Hann skrivaði regluliga tíðindagreinir, har hann fanst at politikkinum hjá stjórnini í Cabinda og vantandi áhuganum hjá stjórnini fyri at halda friðaravtaluna. Hann hevur áður verið handtikin orsakað av kritisku áskoðaum sínum. Lelo varð 6. september í 2008 dømdur 12 ára fongsul fyri at hava mælt til uppreistur í landslutinum Cabinda. Hann varð handtikin á arbeiðsplássi sínum 15. november 2007 av fólki frá vápnaða herliðnum í Angola, av tí at hann var undir illgruna fyri at vilja skipa fyri vápnaðum uppreistri. Rættarmálið var ikki rættvíst, og hann varð dømdur við ein hernaðardómstól. José Fernando Lelo varð ákærdur fyri at hava givið seks hermonnum pening og tilfar til vápnaðan uppreistur. Tann 28. november í 2007 skuldu hermenninir, sum samstundis blivu handtiknir, vitna móti honum. Teir søgdu, at teir ongantíð høvdu møtt honum, og at teir gjøgnum píning vórðu blivnir noyddir at siga, at teir kendu hann og høvdu fingið pening frá honum. Hóast hetta bleiv José Fernando Lelo, eftir at rættarmálið hevði verið útsett fleiri ferðir, dømdur 12 ára fongsul við ein hernaðardómstól fyri uppreistur móti statinum. Fimm av teimum seks hermonnunum vórðu dømdir 13 ára fongsul. Deyðadómur. Í Angola varð deyðarevsing avtikin í 1996. Veðurlag. Veðurlagið syðst er temprað, fyri norðan er tropiskt veðurlag. Okavangooyrar. Okavangooyrarnar eru ikki sum aðrar oyrar, ið leggjast við havið ella vøtn, men renna út í oyðimørk. Áin vellir upp í Angola og rennur í landsynning ígjøgnum Namibia, til hon ger oyrarnar í Kalaharioyðimørk í Botsvana. Stóru mýrarnar og áirnar eru stívliga 22.000 km2 í vídd og tilhaldsstaður hjá sonnum djóra- og plantumeingi. Fólkið, ið býr við oyrarnar, siglir í oyrunum í holaðum kanoum, nevndar "mokoro". Luanda. Havnabýurin Luanda er høvuðsstaður og størsti býur í landinum. Portugisar bygdu býin í 1576, og í fleiri hundrað ár var hann trælamiðstøð, haðan trælir vórðu avskipaðir til Brasil, sum tá var portugisiskt hjáland. Portugisar bygdu eitt verndaivirki, og mong onnur prýðilig hús, ið nú standa síð um síð við nýmótans háhús. Dýralívið. Her eru t.d. heimsins minsta antilopa, dik-dik, og størsta dýr uppi á landi, afrikanski fílurin. At verja hótt dýr eru stór øki løgd av sum friðingarøki og tjóðgarðar. Búskapur. Angola kundi verið ímillum tey lond í Afrika, har framburðurin var størstur. Stórir partar í landinum eru fruktagóðir, fyri norðan eru stórir regnskógir, fyri sunnan víðar, turrar grasfløtur. Dyrkað verður so mikið, at landið er sjálvbjargið við mati, ríviligt av øðrum tilfeingi er eisini, bæði olja og gass og alskyns steinsløg, ið veita landinum góða inntøku. Men drúgva og harða borgarakríggið, ið vardi í 20 ár, hevur armað landið. Ídnaður. Í Syðra-Afrika eru ógvuliga nógv steinsløg. Meginparturin av øllum diamantum, gulli, urani og kopari kemur hiðan, og hetta hevur broytt korini hjá fólki og búskapin í londunum nógv. Drúgva borgarakríggið hevur oyðilagt nøkur nám og ídnaðarvirki í Angola. Í landnyrðingspartinum eru av størstu diamantlindum í heiminum, og syðri í landinum høgga teir jarnmálm og onnur steinsløg. Benguelajarnbreytin varð latin upp í 1931. Hon varð løgd at flyta kopar og onnur steinsløg eftir úr námunum í Sambia og Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo til havnabýirnar Lobito og Benguela í Vesturangola. Mangir angolar arbeiddu á jarnbreytini og í havnabýnum, men mangir teirra gjørdust arbeiðsleysir, tá ið jarnbreytin varð oyðiløgd í borgarakrígnum. Eftir vápnahvíldina í 1991 eru partar av jarnbreytini gjørdir aftur. Olja. Danska felagið Mærsk Oil hevur rakt við olju úti fyri strondini í Angola, og í 2011 fer felagið at taka støðu til, um tað skal fara undir framleiðslu har. Mærsk Oil sigur við tíðindastovuna Reuters, at ein royndarboring gav 6.650 tunnur av olju úr brunninum um dagin, og tað er felagið væl nøgt við. Leitiøkið, sum Mærsk Oil hevur, er einar 60 fjórðingar úr angolsku strondini. Danska felagið eigur 50 prosent av loyvinum. Tað angolska ríkið og tvey onnur oljufeløg eiga hin helmingin av loyvinum. Fólkið. 39 % av fólkinum í Angola bugva á bygd. Tó at ikki øll eru bøndur, fáast nógv tey flestu við jarðarbrúk. Í útryðjuni í Luanda búgva túsundtals fólk í fátækrabýlingum. Mentan. Í Angola hevur verið vanligt, at konufólkið hevur havt ábyrgd av at hildið hús, umframt at dyrka jørðina. Mong mannfólk eru heiman upp í eitt og tvey ár í senn og arbeiða í námum og í býunum, tí eru næstan bara konufólk eftir í bygdunum. Tey fáa tí alt meiri ábyrgd av húsi og heimi. Tónleikur. Humbiar í Útsynningsangola nýta vanligan boga sum ljóðføri. Hann, ið leikar, heldur boganum inn at munninum við aðrari hond. Við hinari hondini slær hann á bogastreingin við einum pinni, og tá koma ymiskir tónar, meðan leikarin flytir varrarnar eftir boganum. Mosambik. Lýðveldið Mosambik (alment "República de Moçambique") er eitt land í Eysturafrika. Tá ið Mosambik gjørdist frælst ríki í 1975, flýddu gomlu valdhavarnir, portugisar, av landinum, men áðrenn høvdu teir oyðilagt nógvar verksmiðjur og flutningskervið. Drúgv borgarakríggj, turkur og vatnflóð hava síðan verið atvold til, at landið er vorðið av fátækastu londum í heiminum. Minur frá krígnum sløðast um alt landið, og fáar brýr standa uppi. Men Mosambik skuldi havt góðar møguleikar at komið fyri seg aftur. Tilfeingið er nógv, jørðin er fruktagóð, og stórar lindir av ymsum steinsløgum eru mest sum órørdar. Í 1975 brast borgarakrígg á ímillum kommunistisku Frelimo-stjórnina og mótstøðurørsluna Renamo, sum Suðurafrika stuðlaði. Kríggið tók 900 000 mannalív og elvdi til stóra hungursneyð. Eftir tað at Renamo misti stuðul sín uttanlands, og Frelimostjórnin gjørdi av at seta í verk fólkaræðiliga fleirflokkaskipan, samdust partarnir um at binda frið og skrivaðu báðir undir friðaravtalu í 1992. Tá ið loyst var, løgdu myndugleikarnir í Mosambik alt heilsuverkið undir ríkið og skipaðu fyri, at øll sjúkrarøkt og læknatænasta vóru ókeypis. Í drúgva borgarakrígnum vórðu flestu sjúkrahúsini og læknamiðstøðirnar á bygd oyðiløgd, og mong doyggja enn av sjúkum sum t.d. tuberklum, malariu og lungnabruna. Fleiri milliónir fólk flýddu av landinum, ella inn til býirnar. Har var tryggari. Næstan alt fólkið livir nú í størstu armóð, og helvtin av fólkinum livir av teirri matvøruhjálp, sum umheimurin sendir landinum. Hvørt ár fær Mosambik nógva neyðhjálp; mestu hjálpina senda USA og lond í Vesturevropa. Meiri enn 85 % av fólkinum í Mosambik arbeiða í landbúnaðinum. Bøndurnir dyrka m.a. sukur, bummull, te, cashewnøtir og aldinfruktir á fruktagóða lendinum fram við strondini; inni í landinum dyrka teir tubbak og halda neyt. Nógvur fiskur er á landgrunninum, og rækjur, hummari og ymiskur fiskur verða flutt út og eru kærkomin inntøka hjá illa komna búskapinum. Havnabýurin Beira við Indiahav er næststørsti býur í Mosambik og týdningarmesti havnabýur. Meginparturin av út- og innflutninginum úr grannalandinum Simbabvi fer um Beira, haðan jarnbreyt, vegur og oljuleiðingar liggja til simbabviska høvuðsstaðin Harare. Í borgarakrígnum vardu upp í 10 000 simbabviskir hermenn hesa leið, ið er sjálv lívæðrin í Simbabvi. Chopifólkið, ið býr við strondina, ger eitt ljóðføri, nevnt mbila (flt. timbila). Timbilabólkarnir spæla undir, tá ið torgreiddi dansurin migodo verður dansaður, og yrkingar við tilburðum úr bygdalívinum verða bornar fram. Timbilatónleikurin er tjóðartónleikur í Mosambik. Kili. Lýðveldið Kili (spanskt: "República de Chile") er eitt land í Suðuramerika. Í norðri hevur Kili mark við Perú og Bolivia, og í eystri við Argentina. Høvuðsstaður er Santiago. Landið er lýðveldi, og trúgvin er sum allastaðni í Suðuramerika tann katólska. Landið hevur spanskt sum høvuðsmál og brúkar latínska alfabetið. Navnauppruni. Kort av Suðuramerika har Kili er merkt. Søga. a>um, sum er næststørsta stjørnugranskingarstøð í heiminum. Tað var har, at USA-stuðlaðir fascistar tóku ræðið í 1973, og í 1647 var ein av heimsins allarringastu jarðskjálvtum har. Í Kili fór gosfjallið Puyehue-Cordón Caulle at goysa í 2011. Í Suðuramerika hevur gosið darvað flogferðsluni í Kili, Uruguei, Argentina og Brasil. Øskuskýggið gjørdi eisini sítt til, at ein fundur millum suðuramerikansku fíggjarmálaráðharrarnar í Buenos Aires mátti avlýsast. Inkaríkið. Í 1525, tá ið inkaríkið stóð í besta blóma, vóru 3200 km ímillum suður- og norðurmarkið. Landið var fram við Kyrrahavi. Har eru nú londini Kili, Peru, Ekvador og Bolivia. Einaræði. Síðan hernaðarkvettið í Kili á heysti 1973 hevur ivi valdað, um hermenn beindu fyri marxistiska, fólkavalda forsetanum Salvador Allende ella um hann doyði fyri egnari hond. Grøvin hjá Salvador Allende í kilenska høvuðsstaðnum Santiago er opnað og líkið grivið upp. Rættarlæknar skulu nú kanna líkið av fyrrverandi forsetanum í Kili til tess at staðfesta veruligu orsøkina til deyða hansara fyri umleið 40 árum síðan. Spurningurin er, um talan er um sjálvmorð ella um forsetin varð avrættaður av hernaðarstjórnini hjá Augusto Pinochet, sum tók valdið í Kili við einum kvetti á heysti 1973. Hesar ógreiðu umstøður kring deyða Allendes hava plágað kilenska samfelagið. Marxisturin Allende var fyrsti fólkavaldi forseti í Kili í 1970. Undir kvettinum 11. september í 1973 doyði hann. Alment hevur sjálvmorð verið nevnt sum deyðsorsøk. At hann beindi fyri sær við einari rifflu, sum hann hevði fingið frá fyrrverandi kubanska forsetanum Fidel Castro. Tá Allende skuldi beina fyri sær, var forsetaborgin undir álopi bæði á landi og í luftini. Við hernaðarkvettinum kom Augusto Pinochet, herovasti, fram at valdinum sum einaræðisharri. Hernaðarstjórnin sýtti næstingum Allendes at síggja deyða forsetan. Ístaðin segði herurin, at líkið varð kannað á einum hernaðarsjúkrahúsi, har staðfest varð, at hann var deyður fyri egnari hond. Castro, tíðindafólk og mangir eygleiðarar hava leingi ivast í almennu frágreiðingini. Tey halda hermenn hjá Pinochet hava beint fyri Allende. Næstingarnir hjá Allende halda hann hava beint fyri sær sjálvum, men vilja tó, at líkið verður kannað til tess at beina av vegnum allan iva. Fyri kvettið hevði Allende sagt seg vera til reiðar at doyggja heldur enn at geva seg yvir til herin. Tað var kilenski ríkisákærin, sum í januar 2011 gav boð um, at líkið av Allende skuldi kannast. Boðini komu í sambandi við, at 725 deyðstilburðir undir Pinochet-stjórnini skuldu kannast. Augusto Pinochet ráddi í Kili frá 1973 til 1990. Politiska søgan. Andesfjøllini, ið sum ein høgur verjugarður eru suður ígjøgnum landið, høvdu við sær, at Kili varð síðsta land í Amerika, spaniamenn løgdu undir seg. Landið loysti frá Spania í 1818. Frá 1973 til 1990 stýrdi rái einaræðisharrin Augusto Pinochet Kili, men nú eru politisku viðurskiftini broytt til tað betra. Val 2009. Á valinum í 2009 vann tann høgrasinnaði ríkmaðurin Sebastián Piñera á sosialdemokratinum Eduardo Frei. Sambært valnevndini fekk Sebastian Pinera 52 prosent av atkvøðunum og Eduardo Frei 48 prosent. Piñera stillaði eisini upp á valinum fyri fýra árum síðani, men ta ferðina mátti hann lúta fyri sosialistinum Michelle Bachelet. Undir valstríðnum hevur Piñera millum annað sagt, at hann fer at leggja dent á at bøta um trygdina í landinum, og at hann fer at brúka sína støðu sum vinnulívsmaður til at hjálpa vinnuni burtur úr kreppuni, sum hon er í. Vindmegi. Ein norsk vindmylluverkætlan í Kili hevur vakt ans. Verkætlanin undir heitinum El Totoral umfatar 23 2 MW myllur á 120 metrar og skal framleiða 110 GWh um árið. Hetta svarar til nýtsluna hjá 50.000 kilenskum húsarhaldum. Talan er um størstu vindmylluverkætlan í Kili. Myllurnar standa á einum øki, ið er 900 hektarar, 300 kilometrar norðanfyri høvuðsstaðin Santiago. Norðmenn hava gjørt íløgur fyri 140 mió norskar krónur í verkætlanina, sum verður fíggjað undir eini nýggjari kilenskari lóg, sum krevur, at í minsta lagi 5 % av elektrisitetinum frá kilenskum veitarum skulu koma frá varandi orku. Samlaði kostnaðurin av verkætlanini er sambært "Teknisk Ukeblad" 140 mió. amerikanskar dollarar. Almenna norska orkufelagið Statkraft eigur 60 pst. í SN Powers og almenna íleggingarfelagið Norfund 40 pst. Felagið rekur frammanundan vatnorkuverk í Suðuramerika og Ásia. Forsetin í Kili stóð fyri almennu vígsluni av vindmylluparkini, sum norska felagið SN Powers hevur staðið á odda fyri. Kvinnurættindi. Kili er limir í IDEA (stytting fyri "International Institute for Democracy and Electoral Assistance"). IDEA er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir fyri at útbreiða og styrkja demokrati í heiminum. Øktur kvinnuleiklutur í politikki er ein sjálvsagdur lutur í arbeiðinum hjá IDEA. IDEA varð stovnað í 1995. Samkynd. Tað at vera samkyndur er lógligt. Landafrøði. Eini 55 virkin gosfjøll eru í landinum. Kili er tað longsta og javnsmalasta land í heiminum. Landið er 4 200 km langt norður og suður, líka langur teinur sum úr Føroyum til Kanariaoyggjar. Har landið er breiðast, ertað 180 km. Mesta fólkið býr miðskeiðis í Kili kring høvuðsstaðin og størsta havnabýin, Valparaíso. Frukt, korn og vínber verða dyrkað í dølunum í Miðkili, har nógv vatn rennur oman úr fjøllunum. Kili er ógvuliga smalt og langt. Tað liggur ímillum Andesfjøll eystanfyri og Kyrrahav vestanfyri. Onganstaðni eru fleiri enn 25 km ímillum Kyrrahav og argentinska markið, men 4300 km eru úr sólsvidnu oyðimørkunum norðanfyri suður í jøklarnar sunnanfyri. Har sum landið er breiðast, er tað 350 km, har tað er smalast bara 100 km. Fram við sunnara parti av strondini gongur skergarður. Í kalda og veðurbarda Suðurkili eru 55 gosfjøll, sum goysa, vakrir firðir, fleiri stórir jøklar byrgja dalarnar og snjóklæddir fjallatindar. Longri norðuri ganga lág fjøll heilt út ímóti strondini. Eystan fyri hesi fjøll eru dalar, sum ganga norður og suður, og so koma Andesfjøll, sum eru markið millum Kili og Argentina. Fleiri eldfjøll eru ímillum, og jarðskjálvti er vanligari í Kili enn í nøkrum øðrum landi. Norðast í landinum er tann stóra Atakamaoyðimørkin, har man vera eitt tað turrasta pláss í heiminum, men kilingar fáa væl burtur úr henni kortini, tí har eru tjúkkar fláir av salpetri, sum teir høgga, síðan verður salpetrið reinsað og selt sum tøð. Á teimum høgu fjøllunum liggur kavi og ísur, og í støðum gongur hann heilt út móti strondini. Lítið fólk býr suðuri í landinum. Punta Arenas er syðsti býur í heiminum. Einasti landbúnaður har suðuri er seyðahald. Býurin er við Magellanssund, farleiðin, sum skipini plaga at sigla at sleppa undan at fara um veðurringa Hornið. Havnin er full av fiskiførum og skipum, sum gera kanningar við Suðurkoll, og hon er eisini miðdepil fyri oljuvinnu. Býurin er undir holinum í osonlagnum, og tí mega fólk har verja seg væl fyri sólini. Høvuðsstaðurin Santiago er í einum dali heilt uppi í fjøllunum. Til henda býin kemur nógv ferðafólk úr USA. Valparaíso er stór skipahavn. Nógvir firðir skera seg inn í landið. Landslutirnir. Á kortinum er Kili býtt í 15 øki. Páskaoy. Páskaoyggin er eystasta oyggin í Kyrrahavi. Oyggin er gitin fyri veldugu standmyndirnar í tí berliga landslagnum. Forfedrar polynesiamanna høgdu tær í grót fyri stívliga 1000 árum síðan. Fleiri enn 600 slíkar standmyndir eru á Páskaoynni. Summar eru um 20 m høgar. Kili eigur Páskaoynna nú. Titikakavatn. Í Andesfjøllum, á markinum millum Kili og Peru, er Titikakavatn. Titikakavatn liggur ógvuliga høgt, 3821 m oman sjóvar. So høgt liggur onki annað vatn í heiminum. Mesta dýpið er 265 m. Tó at nútíðarskip sigla á vatninum, gera útróðrarmenn enn bátar úr sevi. Í Titikakavatni er nógvur fiskur, sum kemur fólki har á leið væl við. Veðurlag. Í sunnara parti av Kili liggur oftast vesturætt, og hon hevur nógv regn við sær. Annars er veðurlagið so lýtt, at trø og runnar standa grøn alt árið. Norðan úr turru, steinoydnu Atakamaoyðimørkini og suður at jøkulsklæddu fjøllunum suðuri við Hornið eru næstan øll veðurlagsbelti og landslagsfyribrigdi, sum eru í heiminum. Atakamaoyðimørk í Norðurkili er ein hin turrasti staður á jørðini. Sumstaðni í Atakamaoyðimørk hevur aldri regnað, tað fólk veit. Í landbúnaðarlendinum í Miðkili er miðjarðarhavsveðurlag sum í Kalifornia og Suðurevropa. Í fruktagóðu dølunum í Miðkili verður frukt dyrkað, til dømis ferskur, aprikosur og nektarinir. Syðri verður mest dyrkað av perum, súreplum og blommum. Búskapur. a> og hevur søguliga havt ótrúliga stóra ávirkan á víndyrking í Suðuramerika. Í Kili finnast ymisk málmsløg, har er gull, jarn, sink og nógv av kopari. Einki land í heiminum brýtur so nógvan koparmálm sum Kili. Kili hevur heimsins størstu goymslur av kopari, sum eisini er tann størsta útflutningsvøran. Koparmálmurin verður stoyttur í landinum, og síðan verður hann útfluttur. Høgt uppi í Atakamaoyðimørkini í Norðurkili er ein av heimsins størstu koparlindum. Námið í Chuquicamata er 4 115 m langt og 670 m djúpt. Hvørja viku verða fleiri milliónir tons av tilfari brotin og førd burtur at knúsa og vaska. Teir bróta eisini nógvan jarnmálm, kol, gull, silvur og onnur steinsløg. Landbúnaður. Meiri enn 80 % av Kili eru berlig fjøll, og næstan alt, sum eftir er, er skógur. Bara heilt lítil partur av landinum er dyrkilendi. Mitt í Kili er veðurlagið nakað sum í Kalifornia, og nóg mikið av regni er fyri grøðina. Í støðum kann kortini vera heldur turrligt, men væl ber til at veita vatn úr fjøllunum oman á bøin. Har verður nógv drivið up á landbúnaðin, og á gørðunum dyrka teir bygg, epli, vín, rís, mairs og hveiti. Haraftrat verður nógv dyrkað av fóðurplantuni "lucerne". Rossum og neytum er nógv til av, og suðuri í landinum er heilt nógvur seyður. Eplini eru av fyrstan tíð komin úr Kili, indiánar veltu epli, tá ið spaniólar komu til landið. Nógvir kilenskir bøndur dyrka kaffi, sum verður flutt út til øll heimsins lond. Vín. Spaniamenn tóku vínberjarunnar við sær til Kili og gróðursettu teir, so at teir skuldu fáa altarvín. Nú eru dalarnir við Santiago eitt hitt besta vínlendið í øllum Suðuramerika. Kilskt vín er so gott og væl umtókt, at tað verður selt um allan heim. Ídnaður. Ídnaðurin er ikki nógv útbygdur, men tó hava teir í seinastuni roynt at fáa bygt ídnaðarvirki, so henda vinna kann koma at geva fólki og landi størri inntøku. Ein stórur partur av øllum fiskamjølinum í heiminum verður framleitt í Kili. Fiskiskapur og alivinna. Fiskiskapur fram við Kyrrahavsstrondini hevur stóran búskaparligan týdning. Føroyingar byggja skip í Kili, og vit kappast við kilenarar um laksaaling. Tann lági lønarkostnaðurin í Kili gera tað torført hjá øðrum londum at kappast við hesar vørur. Kilenar framleiða ikki bara atlantiskan laks og ælabogasíl, men eisini kyrrahavslaksin Coho. Fram við strondini er nógvur fiskur, og nú eru teir farnir at driva nakað upp á fiskiskap. Kili kom í gongd væl seinni enn bæði Føroyar og Norra. Hildið varð, at produktiviteturin í Kili var sera lágur, men síðstu 3 árini hava prógvað, at Kili hevur yvirhálað okkum. Í dag er kappingin við kilenar blivin so hørð, at tiltøk mugu setast í verk, skulu føroyingar, norðmenn og skotar verða kappingarførir. Í 1988 var kilenska framleiðslan av atlantiskum laksi einans 400 tons. 13 ár seinni var framleiðslan økt til 140 000 t. Meðan 45 feløg stóðu fyri 70-80 % av framleiðsluni í Noregi í 2003, so var tilsvarandi tal í Kili 11. Lágu lønirnar og stóra fjarstøðan frá flestu marknaðum hevði ført til, at teir vóru blivnir sera kappingarførir at tilvirka laksin til fløk og annað, meðan hildið var, at teir á sjálvari alisíðuni høvdu nógv at læra. Men síðst í 1990unum og fyrst í 2000 fáa bæði føroyingar, norðmenn og skotar og eyguni upp fyri tí øgiliga vøkstrinum í aliframleiðsluni í Kili. Um 87 % av kilensku alingini er í einum øki, ið kallast Region X. Hetta øki er á stødd við norska fylkið Sør-Trøndelag. Onnur 12 % av framleiðsluni eru í Region XI, og er her væntandi, at størsti vøksturin í framtíðini verður innan laksaframleiðsluna. Hetta øki hevur tó sera vánaligan infrastruktur, og tí verður hesin vøksturin ikki uttan trupulleikar. Í Region X liggur "Puerto Montt", sum eisini ber heitið laksahøvuðsstaðurin í Kili. Her búgva 170 000 fólk, og er hetta ein øking í fólkatalinum í 10 ár upp á 45 000. Talið av fólki, sum liva í fátækradømi, er minkað við 15 % hetta sama tíðarskeiði. Um 25 000 fólk arbeiða beinleiðis í alivinnuni og verður mett, at umleið 15 000 fólk arbeiða í avleiddum vinnum. Høvuðsmarknaðirnir hjá kilensku alivinnuni eru USA og Japan. Í USA er laksamarknaðuin í støðugum vøkstri, meðan vøksturin í ES er fallandi. Tann amerikanski marknaðurin klárar harvið at taka ímóti einum vøkstri í framleiðsluni uttan at hetta ávirkar prísin stórvegis. Tann góði marknaðurin í USA hevur gjørt, at kilensku alararnir hava forvunnið pengar tað mesta av 2003, meðan føroyingar hava mist hópin av peningi. Føroyskar fyritøkur hava eisini roynt at bjóða seg fram í USA, og hevur hetta givið betri prís fyri nakað av fiski. Tað gongur betri í kilensku alivinnuni aftur, eftir at alivinnan í landinum hevur verið so álvarsliga herjað av fiskasjúkum seinnu árini. Kili hevur ikki ta herviligu ILA-sjúkuna at stríðast við, men teir hava eina sjúku, ið verður kallað SRS. Henda sjúka er mett at kosta vinnuni um 100 millionir $ um árið. SRS er orsøkin til, at vinnan nýtir stórar nøgdir av antibiotika. Tað hevur ikki verið møguligt at koppseta ímóti SRS. Mett verður, at laksalús kostar kilensku alivinnuni eins nógv og tí norsku, um 70 milliónir $ árliga. Sjúkan IPN varð staðfest í 1999, og hevur hon síðan kostað vinnuni nógvan pening. Sjúkurnar furunkolosa og BKD eru einans trupulleikar í nøkrum fáum økjum. Á aliráðstevnu í Oslo í 2010 var ført fram, at kilenska alivinnan kemur at framleiða 300 000 tons av laksi longu í 2013. Metingarnar hjá "Aqua Gen" siga, at tað verður selt 230 mió. rogn í Kili í 2010. Um helvtin av hesum rognum gerast smolt og verða sett út á sjógv, eru 110–120 mió. smolt at seta út. Verður roknað við vanligum fellið í sjónum, og at fiskurin veksur til eina sláturvekt á, í meðal 3,0 kg verða 300.000 tons av laksi, sum er klárur til tøku í 2013. Tað eru tó røddir frammi um, at alivinnan í Kili hevur trupulleikar at dragast við. Bjørn Hersough, professari á "Norges Fiskerihøgskole", sum hevur granskað kilensku alivinnuna, sigur, at alivinnan í Kili kann fáa enn eitt knekk, og at sannlíkindini fyri hesum eru til staðar. Hinvegin er eingin ivi um, at fyrr ella seinni er Kili aftur stór laksaalitjóð, men hann væntar, at tað kann taka nøkur ár enn. Norsk feløg, ið hava keypt seg inn í alivinnuna fyri milliarda upphæddir, eru Cermaq og Fjord Seafood. Fólk. Í Kili er nógv fólk av týskum uppruna. Tað mesta av fólkinum er hvítt og býr í miðjum landinum. Indiánarar. Okkurt um 692 192 indiánar eru eftir, og teir búgva uppi í fjøllunum ella allarnorðast í Atakamaoyðimørkini. Í øldir hava mapucheindiánar stríðst fyri frælsi. Fyrst ímóti inkunum í Perú, síðan ímóti spanska hjálandaveldinum og seinast ímóti kilsku myndugleikunum. Nú á døgum livir meginparturin av teimum 800 000 mapucheindiánunum í friðingarøkjum sunnarlaga í landinum. Eitt fótbóltsfelag í Kili eitur Colo-Colo eftir einum gomlum mapuchehøvdingi. Týskarar. Suðuri í Kili er nakað av fólki av týskari ætt. Forfedrar teirra fluttu til landið umleið 1850. Har sum teir búsettust, var tá bara mýrar og regnskógur, men nú er tað eitt tað fruktabesta lendið í Kili. Hetta fólkið tosar týskt og hevur varðveitt týskan sið og týskan mentan. Mentan. Rithøvundurin Isabel Allende er úr Kili, hon er eftirkomari hjá fyrrverandi forsetanum Salvador Allende. Isabel Allende. Isabel Allende (fødd 2. august 1942 í Lima, Peru) er ein kilenskur rithøvundur. Faðir hennara var systkinabarn Salvador Allende, fyrrverandi forseta í Kili. Hon gjørdist heimskend sum rithøvundur, tá ið bók hennara "La casa de los espíritus" (danskt heitið: "Åndernes Hus") kom út í 1982. Margrethe II. Margrethe II ella Margreta II (Margrét Þórhildur II) (f. 16. apríl 1940) er drotning í Danska kongaríkinum, og altso eisini í Føroyum og Grønlandi. Dóttir kong Frederik IX og drotning Ingrid, sum var fødd og uppvaksin í Svøríki. Hon giftist við prins Henrik (1934-2018), sum var úr Fraklandi og upprunaliga æt Henri Marie Jean André greivi de Laborde de Monpezat. Tey fingu synirnar Frederik (f. 1968) og Joachim (f. 1969). Lívssøga. Margreta drotning varð borin í heim tann 16. apríl 1940 á Amalienborg í Keypmannahavn. Foreldur hennara vóru táverandi krúnprinsurin Fríðrikur, seinni Fríðrikur kongur IX av Danmark, og krúnprinsessan Ingrid. Í 1944 og 1946 fekk krúnprinsaparið tvær døtur afturat, prinsessurnar Benedikte og Anne-Marie av Danmark. Tann lítla prinsessan varð doypt tann 14. mai 1940 í Holmens Kirke í Keypmannahavn. Hennara fulla navn gjørdist Margrethe Alexandrine Þórhildur Ingrid. Um hetta mundið høvdu kvinnur ikki arvarætt til krúnuna, so tað var ikki fyrr enn arvalógin frá 27. mars 1953 varð samtykt, at Margreta gjørdist krúnprinsessa av Danmark. Tann 16. apríl 1958 gjørdist Margreta krúnprinsessa limur í Ríkisráðnum og virkaði sum leiðari av ríkisráðsfundunum, tá Fríðrikur kongur ikki var tøkur. Margreta prinsessa fekk sína fólkaskúlaútbúgving á Zahles Skole í Keypmannahavn frá 1946-1955. Tey fyrstu árini gekk frálæran tó fyri seg heima á Amalienborg. Eftir eitt stutt skeið á kostskúla í Bretlandi (1955-56) fór hon á studentaskúla og tók nýmálsligt studentsprógv á Zahles Skole í 1959. Í 1960 tók krúnprinsessan Margreta filosofikum við fróðskaparsetrið í Keypmannahavn. Í 1960 til 1961 las hon fornfrøði á University of Cambridge í Onglandi. Í tíðarskeiðinum 1961-1962 las hon samfelagsfrøði á fróðskaparsetrinum í Århus, í 1963 las hon í Sorbonne í Fraklandi og í 1965 var hon á London School of Economics. Í 1967 giftist krúnprinsessan Margreta franska diplomatinum Henri Marie Jean André greiva de Laborde de Monpezat, ið við giftuni gjørdist Heindrikkur prinsur av Danmark. Tey fingu tveir synir, Fríðrik krúnprins, ið varð føddur tann 26. mai 1968 og Joachim prins, ið varð føddur tann 7. juni í 1969. Tann 14. januar 1972 doyði Fríðrikur IX. Dagin eftir varð krúnprinsessan staðfest sum Margreta drotning II, av táverandi forsætismálaráðharra Jens Otto Krag í borgargarðinum við Christiansborg. Hennara hátign Margreta drotning II er konstitutionellur ríkisleiðari í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Vitjanir í Føroyum. Margrethe II hevur javnan vitjað í Føroyum. Fyrstu ferðirnar við foreldrum sínum, og seinni í fylgi við manni sínum og viðhvørt synunum eisini. Tá hon vitjaði í Føroyum í 2005, var krúnprinsaparið Frederik og Mary eisini við. Tá drotningin vitjaði Føroyar í 2016 vóru hvørki Heindrikkur prinsur ella synirnir við henni. Spanskt mál. Spanskt mál er eitt av teimum málunum í heiminum, sum hava størsta útbreiðslu. Spanskt er almennt mál í 21 londum við 500 millionum íbúgvum. Harafturat eru umleið 35 millionir spanskttalandi í USA, Filippinunum og Turkalandi. Tilsamans tosa umleið 600 milliónir spanskt. Aðrar 100 milliónir tosa spanskt sum sítt annað mál. Spanskt er heimsins fjórstørsta mál, tey størstu eru kinesiskt, enskt og hindi. Í USA og Kanada er tað spanskt, ið verður lært mest av, av útlendskum málum. Málætt. Indoevropeiska málættin, romanska greinin. Spanskt mál er ættað úr latíni, og er harumframt ávirkað av arabiskum. Bundna kallkynskenniorðið "el" er til dømis arabiskur arvur. Útbreiðsla. I Evropa verður spanskt bert tosað í Spania, men á hinari síðuni av Atlantshavinum verður spanskt tosað í næstan øllum londunum. Í ymiskum statum í USA (t.d. Texas, New Mexico, Arizona og Kalifornia) og í øllum londunum heilt suður til Antarktis, tó ikki í Brasil, har tey tosað portugisiskt. Eisini verður tosað spanskt í fleiri av teimum fyrrverandi ensku, fronsku og hollendsku hjálondunum í tí karibiska havinum. Harumframt verður spanskt tosað á ávísum støðum í Afrika og á Filippinunum. Spanskt er størsta málið í Spania, og verður har nevnt "castellano". Harumframt er spanskt høvuðsmálið í Argentina, Kili, Bolivia, Uruguei, Paraguei, Venesuela, Kolombia, Ekvador, Perú, Nikaragua, Panama, Kosta Rika, El Salvador, Honduras, Guatemala, Meksiko, Kuba, Dominikanska Lýðveldinum og Puerto Riko (USA), sum øll eru í Suður- og Miðamerika. Eisini eru stórir spanskttalandi minnilutar í Sambandsríki Amerika. Í Føroyum. Umleið 200 føroyingar læra spanskt hvørt ár á studentaskúla, handilsskúla og kvøldskúla. Spania er eitt elskað ferðamál hjá nógvum føroyingum. Uttanfyri ferðamannabýirnar tosa bert fáir spaniólar onnur mál, so dugir tú málið, fært tú nógv fleiri upplivingar við tær heim. Serliga hinumegin Atlantshavið letur ein heilt nýggj verð seg upp fyri tær. Tú kanst tosa við indiánarar i Peru, við cowboys úti á argentinsku pampasini, við vælhavandi eksilkubanarar í Miami í Florida og við teir ólógligu tilflytararnir í Suðurkalifornia. Tann spanskttalandi parturin av heimsins íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og búskapi, so vit kunnu rokna við, at tað verður meiri brúk fyri teimum, ið hava lært málið. Meksikanskt og suðuramerikanskt slang. Her eru nøkur slang orð, sum eru at hoyra í Meksiko og Kolombia. Mállæra. Tað er lætt at koma í gongd við at tosa spanskt. Tað verður úttalað, sum tað verður skrivað, so tá tú hevur lært nøkur fá ljóð, sum eru annarleiðis enn á føroyskum, kanst tú úttala øll orð, eisini tey, sum tú ikki hevur sæð fyrr. Niðanfyristandandi evnir, eru tey í verða brúkt á C støði í sponskum á Handilsskúlanum. Hesi evni kunnu eisini verða brúkt til sjálvlesandi og til umlestur tá ein hevur verið vekk frá sponskumm eina tíð. Eisini kunnu tey verða góð at hava til fyrireiking til B støði. Navnorð. Sponsk navnorð eru antin "kallkyn" ella "kvennkyn". Kvennkyn. Fyri orð, sum hava aðrar endingar enn tey omanfyri nevndu, og sum ikki lýsa mannligar ella kvinnuligar verur, eru ongar fastar reglur. Brúka tí orðabókina ella orðalistan. Elevador de Santa Justa. Elevador de Santa Justa er ein 45 m høgur uttandura elevatorur, ið flytur fólk millum Lisboa-býlingarnar Baixa og Chiado. Hann er bygdur í 1902 av Raul Mesnier du Ponsard, sum var næmingur hjá Gustave Eiffel. Tveir "vognar" eru, sum flyta ferðafólkið 32 m upp. Frá ovara steðgistaðnum eru trappur upp ovast í bygningin, har café er við útsýni er yvir allan miðbýin og ánna Tejo. Gustave Eiffel. Gustave Eiffel (f. 1832 í Dijon, d. 27. desember 1923) var hann, sum bygdi heimskenda Eiffeltornið í París. Áðrenn hann stóð fyri at byggja Eiffeltornið, hevði hann verið leiðari av byggingini av eini tokbrúgv í Útsynningsfraklandi, og síðani stovnaði hann eitt virki við spesiali innan jarnkonstruktiónir, sum var nakað lutfalsliga nýtt tá í tíðini. Hann var við at gera nógvar stórfingnar konstruktiónir, millum annað bygdi hann í portugisiska býnum Porto eina viadukt yvir ánna Douro, Garabit-viaduktina, Pest-tokstøðina í Ungarn, eitt observatorium í Nice og stálkonstruktiónina innan í Frælsisgudinnuni í New York. Í 1887 skrivaði hann undir sáttmála um at byggja slúsurnar í Panamaveitini, men tann verkætlanin gekk ikki sum ætlað. Aftan á Panamagøluna tók Gustave Eiffel seg aftur og starvaðist sum granskari innan veðurfrøði, radiotelegrafi og aerodynamikk. Raul Mesnier du Ponsard. Raul Mesnier du Ponsard (f. 2. apríl 1848 ella 1849 í Porto í Portugal, deyður 1914) var næmingur hjá Gustave Eiffel. Hann bygdi nógvar elevatorar og "brekkusporvognar" (portugisiskt: funiculares), sum eru sporvognar, ið koyra oman/niðan eina bratta brekku, sum til dømis í Lisboa. Vognarnir eru bygdir "á skák" til ta hallið, sum er á brekkuni, og kunnu altso ikki koyra á beinum strekkjum. Kendasta verk hansara man vera Elevador de Santa Justa (1902) í Lisboa, Portugal. Joachim (prinsur). Joachim prinsur (Joachim Holger Waldemar Christian, f. 7. juni 1969) er yngri sonur Margrethe II drotning og Henrik prins (1934-2018). Eldri beiggi hansara eitur Frederik. Joachim prinsur er doyptur í dómkirkjuni í Århus 15. juli 1969 og konfirmeraður í Fredensborg Slotskirkju 10. juni 1982. Joachim giftist 18. november 1995 við Alexandru Christinu Manley (f. 1964 í Hongkong), sum hann eigur synirnar Nikolai (Nikolai William Alexander Frederik, f. 1999) og Felix (Felix Henrik Valdemar Christian f. 2002) saman við. Tey skildust í 2005. Joachim prinsur varð giftur á øðrum sinni hin 24. mai 2008 í Møgeltønder Kirkju við frøken Marie Cavallier, sum tá gjørdist Prinsessa Marie. Joachim er greivi av Schackenborg í Suðurjútlandi, har hann búi í fleiri ár. Nú býr hann á Emiliekildevej, Gentofte Sjælland. Alexandra, greivinna av Frederiksborg. Alexandra Christina Manley (f. 30. juni 1964 í Hong Kong) gjørdist donsk prinsessa, tá hon í 1995 giftist við Joachim prinsi (f. 1969). Hjúnini fingu tveir synir, Nikolai (f. 1999) og Felix (f. 2002), áðrenn tey skildust í 2005. Tá Alexandra 3. mars 2007 giftist við Martin Jørgensen (f. 2. mars 1978), misti hon tittulin prinsessa og gjørdist í staðin greivinna av Frederiksborg. Hjúnini kunngjørdu stutt eftir vígsluna, at Alexandra var við barn. Tey búgva í eini villa á Østerbro í Keypmannahavn. Nikolai (prinsur). Nikolai prinsur (Nikolai William Alexander Frederik, f. 28. august 1999) er sonur Joachim prins og Alexandru prinsessu. Yngri beiggi hansara eitur Felix. Felix (prinsur). Felix prinsur (Felix Henrik Valdemar Christian, f. 22. juli 2002) er sonur Joachim prins og Alexandru prinsessu. Eldri beiggi hansara eitur Nikolai. Nym.fo. Nym.fo sá fyrstu ferð dagsins ljós á sumri 2005. Upprunaliga var Nym.fo ætlað sum ein almenn tænasta hjá starvsfólkum á stovnum og fyritøkum, ið høvdu brúk fyri at smílast og stytta sær stundir framman fyri telduskerminum, tá arbeiðsdagurin gjørdist ov langur og keðiligur. Í dag er Nym.fo vorðið eitt kent vørumerki og hevur ment seg til eitt fastan part av internetnýtsluni hjá fleiri túsund føroyingum heima og uttanlands, ið leita sær inn á síðuna dagliga at síggja skemt, speisemi og samfelagskritikk hvørt um annað – og geva sítt íkast til hesa brúkaraskaptu síðuna. Hvønn dag senda tey vitjandi stuttligar, áhugaverdar ella løgnar leinkjur og myndir inn á síðuna, sum allar verða vístar á síðuni, um tær lúka treytirnar. Daniel Peder Christiansen. Daniel Peder Christiansen var bóndi á Heygsgarði á Toftum og tingmaður. Gav synunum eftirnavnið Højgaard (Heygsgarður). Langabbi Hans Jacob Højgaard tónaskald. Hans Jacob Højgaard. Hans Jacob Højgaard (* 11. september 1904 á Toftum - † 10. juni 1992 í Tórshavn) var ein av stóru tónaskøldunum í Føroyum í 20. øld. Foreldur hansara vóru Daniel Jacob Højgaard, kongsbóndi á Regni og Hansine Marie Petersen úr Saltnesi. Lív og virki. Pápin, Dánjal Jákup, var tiltikin kingosangari og kvæðakempa. Mamman, Hansina, var systir Fríðrik Petersen próst, ið eisini var politikari og sanghøvundur. Sum aðrir unglingar fór Hans Jacob til sjós sum 15 ára gamal í 1919. Hann tók seturskipara eksamiu í 1923, men gjørdi í 1924 av at venda sjólívinum bakið fyri at fara á læraraskúla í Danmark. Á fólkaháskúlanum í Karise gjørdist hann fyri fyrstu ferð aktivur í kórsangi. Eftir at hava lokið læraraprógv á Jonstrup Statsseminarium, vendi Hans Jacob aftur til Føroya sum 25 ára gamal í 1929. Hann gjørdist lærari við Tofta skúla, har hann stovnaði Toftakórið, sum hann eisini vandi til hann flutti til Havnar í 1952. Fyrsta almenna konsertin hann hevði við Toftakórinum uttanfyri heimbygdina, var í Sjónleikarhúsinum í Havn, tann 19 desember 1937. Hans Jacob Højgaard smíðaði hópin av nýggjum løgum til føroyskan kórsang, eins og hann setti gomul løg upp av nýggjum. Slóðir. Højgaard, Hans Jacob Højgaard, Hans Jacob Kingosangur. Kingosangur er serføroyskur kirkjusangur uttan ljóðføri. Navn eftir danska sálmaskaldinum Thomas Kingo, sum hevur yrkt sálmarnar. Serligi sanghátturin er serliga blivin hildin viðlíka í kirkjum uttan orgul ella uttan organist. Millum annað Tjørnuvík er kend fyri sín kingosang. Fólkasangarin Niels Midjord úr Fuglafirði hevur millum annað kingosangir í sínari sangskrá. Kvæði. Kvæði - felagssangur sum verður sungin í samband við føroyskan dans. Eitt kvæði hevur sum oftast nógv vers og eitt niðurlag. Tað fortelur ofta eina søgu um hetjur úr gomlum søgnum. Fyrsti skaldskapur føroyinga varð borin munn av munni, frá ættarliði til ættarlið. Stóri kvæðaskattur føroyinga er fremsta eyðkenni fyri frásøgu og mentan frá farnum tíðum. Kvæðini hava uppruna í eini felagsevropeiskari forntíð, frá mýtum um hetjur og hetjugerðir niðri í Evropa frá fyri ár 1000. Hesin stóri mentanararvur, sum kvæðini eru, hava verið við til at givið føroyingum ta barlast, sum ein tjóð byggir sín málsliga og mentanarliga samleika á. Týdningarmesti kvæðabólkurin er Sjúrðarkvæðini, sum byggja á forngermanska sagnarkringin Niebenlungenlied. Onnur kvæði eru yrkt úr íslendingasøgum, m.a. "Heimskringlu" og "Vølsungasøgu". Nøkur kvæði hava tilfar úr Føroyum, m.a. úr Føroyingasøgu. Høvundarnir til tey eldru kvæðini eru ókendir, men í teimum yngru kvæðunum eru yrkjararnir í flestum førum kendir. Jens Christian Djurhuus (1773–1853) og Jens Hendrik Djurhuus (1799–1892), faðir og sonur og bøndur við Sjógv í Kollafirði vóru sera evnaríkir kvæðayrkjarar. Í nýggari tíð hava Jóannes Patursson (1866–1946), Mikkjal á Ryggi (1879–1956) og Poul F. Joensen (1898-1970) yrkt kvæði. Táttayrkingin, sum varð nýtt til teitis, og sum mangan var bersøgið og niðrandi skemt úr gerandishendingum, stóð í besta blóma um 1800. Kendasti táttayrkjari okkara var Nólsoyar Páll (1766–1809) og tátturin Fuglakvæðið, sum umrøður embætismisnýtsluna hjá donsku embætismonnunum í samtíð Páls, er enn í dag ímyndin av tí stríði, sum føroyingar í farnum tíðum stríddu við donsku yvirvøldina. Saudiarabia. Saudi-Arabia (arábiskt: "المملكة العربية السعودية", "al-Mamlaka al-ʻArabiyya as-Suʻūdiyya"), eisini nevnt Saudiarabia ella Saudi-Arábia, er størsta landið á arábisku hálvoynni. Tað er heimsins 13. størsta land. Saudi-Arábia hevur mark við 7 lond: Í eystri hevur Saudi-Arábia mark við Kuveit, Katar og Sameindu Emirríkini, í suðuri við Oman og Jemen, í norðri Irak og Jordan og vesturi er Reyðahav. Landið hevur umleið 25 mió íbúgvar. Høvuðsstaður er Riyadh og høvuðsmálið er arábiskt. Búskapur. Saudi-Arábia er størsta oljuland í heiminum og vinnur út 25 % av allari olju, nýtt verður í heiminum. Næstan 90 % av landsins útflutningi er olja. Saudi-Arábia er eitt av høvuðsslondunum í OPEC (altjóða oljulandafelagsskapur). OPEC ásetur, hvussu stór oljuútvinningin og oljuútflutningurin skulu vera og verjir áhugamál limalandanna. Næstan alt Saudi-Arábia er turr oyðimørk og berligt runnalendi, púra ónýtiligt sum dyrkilendi. Eingin landbúnaður fær verið, uttan at vatn verður veitt. Nýgjørdar vatnveitingarskipanir gera, at saudiarábar nú dyrka melónir, tomatir, hveiti og bygg í oyðimørkini. Politikkur. Restriksjónirnar fyri kvinnur eru mangar. Kvinnur kunna t.d. hvørki koyra bil ella ferðast frítt. Tað er lógarkrav í Saudi Arabia, tú skalt vera muslimur. Tað er ólógligt at trúgva nakað annað. Saudi Arabia er eitt hitt strangasta muslimska landið í Miðeystri – nógv strangari enn eitt nú Irak og Afghanistan, og brotini á altjóða mannarættindi eru mong í tali. Saudi Arabia og Abdullah kongur verða tó sjáldan nevnd fyri tað ringa í altjóða politikki, m.a. tí Saudi Arabia er eitt tað ríkasta land í heiminum og situr á einum avgerandi stórum parti av heimsins oljuframleiðslu. Saudi-Arabia hevur strangar lógir um at menn og kvinnur ikki kunna umgangast alment, uttan so at tey eru gift. Samstundis eru lógir um, at kvinnur heldur ikki sleppa at arbeiða í handlum ella koyra bil. Saudi Arabia hevur tikið undir við sáttmálanum um barnarættindi, sum klárt setir forboð fyri at nýta deyðarevsing móti ungmennum. Myndugleikarnir í Saudiarabia hava sett fólki forboð fyri at skipa fyri mótmælisgongum ella øðrum mótmælistiltøkum ímóti landsins stýri. Deyðarevsing. Nýtslan av deyðarevsing er hækkað í stóran mun í Saudi Arabia seinastu árini. Landið avrættar nú yvir tvey fólk um vikuna – ofta við almennum hálshøggingum. Í 2008 eru í minsta lagi 71 fólk blivin avrættað í Saudi Arabia. Saudi-Arabia hevur um vikuskiftið 1. mars 2015 avrættað ein drápsdømdan mann. Hann bleiv hálshøgdur. Maðurin er tann 35, ið er avrættaður i landinum higartil í 2015. Narkotikasøla, neyðtøkur, dráp, vápnð rán og fráfall frá Islam er brotsgerðir sum føra til deyðadóm í Saudi-Arabia. Ofta verða tey dømd til deyða við ófullfíggjaðum prógvum og við lutvíst loyniligum rættarmálum, har tey ákærdu sjáldan fáa møguleika at nýta sakførara ella tulk. Dømi eru um deyðadømd, sum ikki hava kent lagnu sína fyrr enn tann morgunin, tá tey verða førd til almennu avrættingina. Saudi Arabia skilir seg út frá øðrum londum, sum nýta deyðarevsing, við eisini at avrætta ung, sum hava framt brotsverk teirra, áðrenn tey eru blivin 18 ár – og hetta er brot á altjóða lóggávu. Saudi Arabia hevur tikið undir við sáttmálanum um barnarættindi, sum setir forboð fyri nýtslu av píning og deyðarevsing viðvíkjandi persónum undir 18 ár. Við at nýta hesar revsingar móti børnum brýtur Saudi Arabia tí skyldur sínar sambært altjóða lóggávu. Deyðarevsing verður nýtt fyri nógv lógarbrot, harímillum nøkur, sum eins og í hesum máli ikki hava deyða við sær. Rættarmálini eru ofta órættvís og liva ikki upp til altjóða krøv. Landalæra. Um 90% av landinum er heit og turr sandoyðimørk. Størstu oyðimerkurnar eru Nafudoyðimørk fyri norðan og Rub al Kali fyri sunnan. Veruligar áir eru ongar, men bara áarfør, sum sum fyllast við vatni, tá ið regnar, og tað er so sjáldan, at tað kunnu vera gjørt landið ovurríkt og ógvuliga máttmikið og hevur verið við til at ment ídnaðin og landbúnaðin og lívskorini hjá fólkinum munandi. Mekka, har Muhammed profetur varð borin í heim, og sum er halgasti býur islams, er vestarlaga í Saudi-Arábia. Fólkið. a> konufólk ganga við sløri ella sum á hesi myndini í burka, ið fjalir alt, andlit, hár, eygu, kropp og alt sum er. Í mong túsund ár hava beduinar, ið eru flakkfólk í Saudi-Arábia, farið um oyðimørkina í Saudi-Arábia eftir vatni og beiti til fenað sín. Summir beduinar halda kamelar, aðrir seyð og Geitir. Beduinar búgva í tjøldum, ið eru løtt at seta upp, taka niður og flyta við sær. Nú á døgum fækkast beduinarnir í stórum, tí at myndugleikarnir eggja teimum at búseta seg í bygdum og býum. Í okkara eygum liva mong muslimsk konufólk í Saudi-Arábia o.ø. arábiskum londum ógvuliga ófræls. Mong ganga í síðum klæðum og við sløri ella burku niður fyri eyguni. Í Saudi-Arábia hava konufólk hvørki loyvi at koyra bil ella at arbeiða saman við mannfólki. Tó hava allar gentur rætt til hægri skúlagongd. Í Saudi-Arábia er eisini púra vanligt, at smágentur verða giftar burtur fyri pengar. Osama bin Laden sigst vera føddur tann 10. mars í 1957 í Saudi-Arábiska býnum Jeddah, hann varð skotin hin 3. mai 2011. Várskot. Várskot er eitt blað, sum kom út frá mai 1904 til august 1905. Ávísingar úteftir. - Føroysk, íslendsk og grønlendsk talgild tíðarrit og bløð. Bloggur. Bloggur ella blogga (blog á enskum) er stytting fyri "weblog". Fenomenið kom í einaferð í 1990'unum, men nágreiniliga tíðarfestingin er ring at áseta, av tí at tað eisini er ein definitiónsspurningur, júst hvat ger, at ein blog er ein blog. Heitið. Upprunaliga heitið "weblog" er samansett av "web" (fyri inter"net") og "log" (eins og í orðinum "log"bók). Tann sum skrivar ein blog, nevnist ein "bloggari". Sagnorðið verður nevnt "at blogga", og hann ella hon bloggar. Útsjónd og innihald. Útsjóndin á eini bloggu er eisini grundleggjandi lík eini logbók; Bloggarin skrivar við jøvnum millumbilum innlegg í blogguna. Bloggarin velur sjálvur, hvat innihaldið skal vera. Summi velja at skriva persónligar frágreiðingar um dagliga lívið - onnur velja at geva bloggur út í bók, m.a. er ein útgivin, sum nevnist The Baghdad Blog og er ein frásøgn hjá einum persóni, sum upplivir seinasta Irakkríggið innanífrá. Onnur fólk skriva um evni, sum tey hava serligan áhuga í. Soleiðis kunnu onnur, sum hava hendan serliga áhuga, nýta hesar bloggur til at fylgja við á serøkjum. Eitt, sum ger, at bloggur bróta frá heimasíðum innihaldsliga, er, at lesarin hevur møguleika fyri at skriva viðmerkingar beinleiðis á blogguna. Tó er tað vorðið alt meira vanligt, at heimasíður hava ein innbygdan blog, so ofta munnu heimasíður nú í veruleikanum vera hybridar av gomlu formunum heimasíðu og bloggu. Tað finnast nógvar internettænastur, har tú kanst leita eftir bloggum eftir evni, og sum eisini bjóða tær at tekna "hald" til ávísar bloggur. Fólk kring allan heim skapa á hendan hátt ein virtuellan umheim, sum tykist nær, hóast landafrøðiliga langt burturi. Dimmalætting byrjaði fyri nøkrum mánaðum síðani ein fastan tátt, sum kallast Bloggan, har fýra føroyskar kvinnur skiftast um at skriva eina persónliga klummu um okkurt, tær hava áhuga fyri. Navnið Bloggan sigur Dimmalætting vera eina konstrueraða kvennkynsútgávu av blog, og formurin á klummuni er undirhaldandi, samstundis sum innihaldið er tankavekjandi og ofta provokerandi - eins og tað ofta er í teimum bloggum, ið veruliga fáa fastar lesarar á internetinum. Adolf Hitler. Adolf Hitler (20. apríl 1889 - 30. apríl 1945 var týskur politikari og leiðari av tí tjóðskaparsosialistiska týska arbeiðaraflokkinum (á týskum: Nationalsozialistische Deutsche Arbeiterpartei (NSDAP), vanliga kendur sum nasistaflokkurin). Hitler var týskur ríkiskanslari frá 1933 til 1945 og einaræðisharri í Týsklandi (við heitinum "Führer und Reichskanzler") árini 1934-1945. Hann hevði ein avgerandi høvuðsleiklut í stovnanini av Nazismuni, í Seinna heimsbardaga og í Holocaust. Hitler var borin í heim í Eysturríki-Ungarn. Hann fekk seinni týsk ríkisborgararættindi og stillaði upp til týska forsetavalið í 1932. Hann vann tó ikki, men í 1933 gjørdist hann ríkiskanslari. Hetta var eitt fet á leiðini til einaveldið. Tá ið forsetin Hindenburg doyði í 1934 gjørdist Hitler bæði kanslari og forseti og útnevndi seg sjálvan til ríkisførari, harav týska heitið "Führer und Reichskanzler". Tá hann nú var einaveldisharri avgjørdi hann, at bólkar av øðrvísi fólki skuldu avrættast, herundir jødar og samkynd. Eisini gjørdust fakrørslurnar ólógligar, og umfatandi sensurur varð framdur. Hitler verður mest settur í samband við seinna heimsbardaga, Holocaust og nasistisku rørsluna í Týsklandi. 29. apríl 1945 varð hann giftur við Evu Braun. Tey tóku sítt egna lív saman í seinastu døgunum í seinna heimsbardaga. A Portuguesa. A Portuguesa er tjóðsangurin í Portugal. Tittulin merkir "hin portugisiska". Henrique Lopes de Mendonça yrkti tekstin, Alfredo Keil setti lag til. Sangurin varð viðurkendur sum tjóðsangur í 1910 ella 1911. Sangurin varð yrktur av tjóðskaparsinnaðum portugisum, ið vóru uppøstir um, at bretar settu fram krøv til portugisar viðvíkjandi Afrika, har Portugal í nógv ár hevði havt hjálond. Sangurin hevur framvegis sama innihald, og snýr seg millum annað um fornermilsi og pínligheit, tí soleiðis uppfataðu portugisar bretsku krøvini. Seinasta reglan í niðurlagnum var upprunaliga "Contra os bretões marchar, marchar", sum merkir "Móti bretunum marchera vit, marchera vit". Nú er "bretunum" broytt til "byrsunum". Eins og føroyingar ofta gera, syngja portugisar ofta bara fyrsta ørindi umframt niðurlag, tá tjóðsangurin verður sungin. Ørindið og ein leyslig umseting eru at lesa niðanfyri. Í 1956 vóru fleiri útgávur at hoyra av lagnum, bæði viðvíkjandi nótum og hvørji ljóðføri vóru sett til. Tí setti stjórnin eina nevnd at áseta eina almenna útgávu av A Portuguesa. Ráðharraráðið góðkendi uppskotið 16. juli 1957, og almenna útgávan er framvegis galdandi í dag. Hero'is do mar, nobre povo / Naçao valente, imortal / Levantai hoje de novo / Os esplendor de Portugal / Entre as brumas da memória / Ó Pátria sente-se a voz / Dos teus egrégios avós / Que ha'-de guiar-te 'a vito'ria / "Niðurlag:" Às armas! Às armas! / Sobre a terra, sobre o mar! / Às armas! Às armas! / Pela Pátria lutar! / Contra os canhões marchar, marchar! Leysliga umsett til føroyskt (fyrsta ørindi) Hetjur á sjónum, heiðurliga fólk / (valente) og ódeyðiliga tjóð / Nú er tíðin komin at rísa aftur / (Os esplendor) hjá Portugal / Úr tokutu minnunum / Áh faðirland, vit hoyra røddirnar / Hjá tínum stóru forfedrum / Sum skulu føra teg til sigurin / "Niðurlag:" Til vápnini! Til vápnini! / Á landi og á sjónum! / Til vápnini! Til vápnini! / At berjast fyri okkara faðirland! / At marchera móti byrsunum! Markusarmessa. Markusarmessa er 25. apríl, sum eisini er føroyskur flaggdagur. Markusarmessa er minnisdagur fyri evangelistin Markus, ið hevur skrivað Markusar evangelium í Bíblini. Flaggdagur. a>, sum teknaði flaggið í 1919. Flaggdagur er 25. apríl til minnis um, at føroyska flaggið, Merkið, tann 25. apríl 1940 varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga. Hetta hendi undir bretsku hersetingini av Føroyum, sum byrjaði 13. apríl. Danmark varð hertikið av týskarum 9. apríl. 25. apríl í 1940 gav bretska stjórnin boð um í bretska útvarpinum, BBC, at nú skuldu føroysk skip sigla undir føroyska flagginum, "Merkinum". Tá vóru Føroyar hersettar av bretum og Danmark av týskarum.
Flaggið var tó ikki ókent millum føroyingar. Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum flaggdagur føroyinga, og í heimastýrislógini frá 1948 varð Merkið viðurkent av donsku stjórnini sum tjóðarflagg føroyinga. Løgtingslóg sigur, hvussu Merkið skal brúkast og hvørjir litirnir eru. Longu í 1919 varð Merkið fyrstu ferð borið fram av føroysku studentunum Jens Olivur Lisberg. Dagurin 25. apríl kallast eisini markusarmessa. Páskadagur. Uppreisn Jesus Kristusar er hornasteinurin undir teirri kristnu trúnni. Páskadagur er kristin halgidagur til minnis um uppreisn Jesusar, sum sagt verður frá í Bíbliuni, í Matteusar evangelium kap. 28; Markusar evangelium kap. 16; Lukasar evangelium kap. 24 og Jóhannesar evangelium kap. 20. Páskadagur er ikki sama dato hvør ár, men er altíð fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur. Páskadagur kann sostatt í fyrsta lagi vera 22. mars (1818, 2285) og í seinasta lagi 25. apríl (1886, 1943, 2038). Navnið kemur av hebráiska orðinum "pasah", sum merkir "at fara um" ella "at leypa um", og sipar til at deyðseingilin skuldi leypa um hús hebreara í Egyptalandi. Summir halda, at orðið kanska merkir "at fara yvirum", og skipar til útferðina úr Egyptalandi, tá ið ísraelsmenn gingu turrskøddir um Reyðahavið. Í hvussu so er gjørdust páskir týdningarmesta hátíðina hjá jødum, til minnis um hesar hendingar. Hon varð hildin í mánaðinum "nisan" (mars/apríl). Við uppreisn Krists verða páskir eisini týdningarmesta høgtíðin hjá kristnu kirkjuni, men nú við einum øðrum dámi. Tað var kortini ikki fyrr enn á einum kirkjufundi í Nikea í árinum 325, at teir samdust um, at páskadagur skuldi vera fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur ella fyrsta sunnudag eftir várjavndøgur, um fullmáni er henda dagin. Halgidagur. Halgidagur er dagur til almenna gudsdyrkan, ofta til minnis um einhvørja átrúnaðarliga hending. Í kristindóminum er sunnudagur vikuligur halgidagur. Í jødadómi er leygardagurin (sabbat) vikuligur halgidagur. Islam heldur fríggjadagin sum vikuligan halgidag. Afturat vikuligu halgidøgunum hava ymsu átrúnaðirnir fleiri aðrar halgidagar, ið sum oftast eru til minnis um ávísar týðandi hendingar. Í kristindóminum eru jóladagur, páskadagur, Kristi himmalsferðardagur og hvítusunnudagur mest týðandi halgidagarnir. Durita Holm. Durita Holm (fødd 10. juni 1975) er uppvaksin á Sandi. Foreldur hennara eru Anna Katrin og Tórstein Holm. 21 ára gomul legði Durita út í hav á heimsumsigling síni við bátinum Salku Valku, ferðin vardi í trý ár. Á ferðini hitti hon norðmannin Erik Torjusen, sum eisini var á ævintýrarferð í báti sínum, og áðrenn heimsumsiglingin var av, vóru tey bæði par og áttu dóttrina Freyju. Hon fór undir at lesa antropologi í Oslo og hevur síðani keypt hús í eini lítlari bygd í spanska landspartinum Andalusia, har hon býr við manni og tveimum døtrum. Durita hevur higartil útgivið fýra bøkur, harav eru tvær bøkur um upplivingar hennara, og eru hesar týddar til fleiri onnur mál. Í 2013 gav hon út sína fyrstu skaldsøgu, sum er ein krimiskaldsøga við heitinum "Offurmorðið". Árið eftir, í november 2014, gav hon út næstu krimiskaldsøguna, ið ber heitið Zapatista. Høvuðspersónurin í krimiskaldsøgunum eitur Alisa og er ein mannfrøðingur (antropologur) úr Noregi. Krimisøgur hennara hava fingið góð ummæli í Føroyum. Offurmorðið er fyrsta føroyska krimiskaldsøga, ið er skrivað av kvinnu. Andalusia. Andalusia er ein sjálvstýrandi landspartur í Suðurspania. Høvuðsstaður er Sevilla. Landsparturin fevnir um 87.600 ferkilometrar og hevur 7,4 mió. íbúgvar (2005). Nú á døgum er ferðavinnan ein stór inntøkukelda fyri Andalusia, og nógvir føroyingar hava hoyrt um ella enntá verið á Costa del Sol (sólstrondini). Søga. Tá ið maurarnir komu til Spaniu var Andalusia nærum oyðin. Teir fóru undir at veita vatn oman á láglendið og út um fløtuna, har teir umsíðir kundu vælta bæði rís, bummull, morberjatrø og allar suðrønar fruktir. Arabar (maurar) hava sett sín dám á Andalusia, millum annað við at byggja navnframa Alhambra, sum framvegis er at síggja, tó í sterkt endurskaptum formi, av tí at meginparturin av anlegginum brendi í 1800-árunum. Andalusia var miðdepilin í Maurararíkinum í 7-800 ár, har Córdoba var mentanarmiðstøð. Landalæra. Suðuri í Spaniu er láglendið Andalusia, sum áin Guadalquivir rennur ígjøgnum. Andalusia er lýggjasti blettur í allari Evropu (30 °C í miðal í juli). Andalusia er ein vælveltur slætti, har alskyns fruktir eru at fáa. Bøkur um lívið í Andalusia. Føroyski ævintýrarin og rithøvundurin Durita Holm flutti fyri nøkrum árum síðani til eina lítla andalusiska bygd, og hon hevur skrivað bókina "Á Smølum Andalusiskum Gøtum" (2003) um fólkið og lívið har, umframt søguna hjá landspartinum. Naser Khader. Naser Khader (arabiskt:(ناصر خاضر) (føddur 1. juli 1963 í Damaskus) er ein danskur-sýriskur skribentur, fyrilestrarhaldari og politikari. Hann var fólkatingslimur fyri Radikala Vinstra 2001-07. Hann var ein av stovnarunum av flokkinum Ny Alliance. Hann stovnaði felagsskapin Demokratiske Muslimer í sambandi við gøluna um Muhammedtekningarnar. 4.-5. apríl 2007 vóru Naser Khader og Bente Dalsbæk, sum tá vóru par, í Føroyum og hildu hvønn sín fyrilestur í Miðlahúsinum í Havn. Útbúgving. Árini 1975-80 gekk Naser Khader í fólkaskúla og 1980-83 á studentaskúla í Keypmannahavn. Hann var tann fyrsti danin við útlendskari bakgrund, sum fekk stundentsprógv. Hann er cand.polit. frá Københavns Universiteti, har hann var innskrivaður 1986-93. Harumframt hevur hann lisið mellemøststudier á Odense Universiteti 1991-93, fjarlestur í islam, m.a. summarskeið á al-Azhar Universitetinum i Kairo 1997, og er útbúgvin innan retorikk og miðlan á Aarhus Universiteti 1994-95. Hann hevur fleiri ferðir verið á námsferð í Miðeystri og hevur verið á fleiri tulkaskeiðum. Politiskt lív. Naser Khader hevur verið limur í Radikala Vinstra árini 1984-2007 og verið Keypmannahavnskur býráðslimur árini 1997-2000. 7. mai 2007 stovnaði Naser Khader saman við politikarunum Gitte Seeberg og Anders Samuelsen nýggja flokkin "Ny Alliance". Privat. Foreldur hansara eita Ahmed Abu Khader og Sada Abu Khader. Hann livdi saman við løgfrøðinginum og rithøvundanum Bente Dalsbæk frá 2003 til 2010 saman við trimum børnum, hann átti eina dóttir frammanundan og hon átti ein son, í 2004 fingu tey ein son saman. Hon flutti frá honum í 2010. Hann var fólkatingslimur fyri Radikale Venstre, tá tey komu saman, og hon var tá taluskrivari fyri Christian Majdahl, sum var Fólkatingsins formaður tá. Týr (gudur). Týr er krígsgudur í norrønu gudalæruni. Hann misti høgru hond, tá hann legði Fenrisúlvin í fjøtur. Vit hitta Týr í Hymiskviðu í eldru Eddu, har hann hjálpir Tóri at fáa eitt kar, ið er nóg stórt til at bryggja øl til allar gudar í einum. Sambært yngru Eddu er Týr sonur Óðins, men sambært Hymiskviðu er hann sonur jatnans Hymis. Týsdagur er uppkallaður eftir Týr, eins og ónsdagur og tórsdagur (suðuroyarmál) eru uppkallaðir eftir Óðini og Tóri. Ingeborg Vinther. Ingeborg Vinther (fødd 11. mai 1945 í Vági) var forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag 1980 - 2011. Stjórnarlimur síðan 1977. Løgtingskvinna fyri Verkamannafylkingina 1994–1998, varð vald í Suðuroyar valdømi sum fyrsta tingkvinna hagani. Hevur starvast á flakavirkjum í Íslandi og Føroyum 1964–1984. Í 1976 varð hon vald í nevndina fyri arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður, har hon var forkvinna 1977-1984. Á vári 2011 kom út bók um Ingeborg Vinther fyri at heiðra hana, tá hon legði frá sær eftir at hava verið forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í 31 ár. Bókin ber heitið "Ingeborg", tað var Ingolf S. Olsen, blaðmaður, sum skrivaði bókina. Unn Patursson. Unn Patursson (fødd 1974) er føroysk songkvinna. Hon býr í Havn saman við manninum Rógva á Rógvu og dóttur teirra Eyðlín. Unn er dóttir Sólrun og Róa Patursson. Unn er sera virkin tónlistarliga. Umframt at virka sum einstaklingur hevur hon sungið við kórinum Tarira, og eisini hevur hon sungið kór hjá øðrum tónleikarum, millum annað Enekk, Eivør Pálsdóttir og Haldurs Café. Ávísingar úteftir. Patursson, Unn Patursson, Unn Rógvi á Rógvu. Rógvi á Rógvu í 2013 Rógvi á Rógvu (føddur 1968) er føroyskur tónleikari. Hann er kendur sum trummuleikari í bólkum sum Terji og Føstufressar, GoGo Blues, Headache Blues Treo, Magnus Johannessen og Lossingarmonnum. Hann býr í Havn saman við konuni Unn Patursson, og saman eiga tey dóttrina Eyðlín. Í 2012 stillaði hann upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu fyri Tjóðveldi, hann fekk 130 atkvøður. Fløguútgávur. Rógvi á Rógvu hevur spælt trummur á nógvum ymiskum tónleikaútgávum. Slóðir úteftir. Rógvu, Rógvi á Rógvu, Rógvi á Tarira (kór). Tarira er føroyskt úrmælingakór við basa í Havn. Kórið varð sett á stovn í 2002, og kórleiðari er tónaskaldið Sunleif Rasmussen. Útgávur. Kórið Tarira hevur í august 2007 tikið upp fløgu í Mariendakskirkjuni á Frederiksberg Fløgan kemur út á vári 2008 Tróndur Djurhuus. Tróndur Djurhuus (føddur í 1958) er ein føroyskur tíðindamaður og vinnulívsmaður. Hann er uppvaksin í Tróndargøtu í Havn. Tá Føroya Tele setti á stovn dótturfelagið Televarpið, gjørdist hann stjóri í hesum felagi. Hann hevur áður verið stjóri í Sjónvarpi Føroya, var við til at seta á stovn eydnuspælið Gekkin. Hann var nevndarformaður í Bitlandi fyrstu árini. Hann var við til at seta á stovn Frískúlan í Havn. Tróndur hevur eisini verið virkin innan politikk, hann var valevni fyri Framsókn til løgtingsvalið 2011. Pætur við Keldu. Pætur við Keldu (f. 1970) er føroyskur sangari og sangskrivari. Hann er sonur Jógvan við Keldu og Betty Skaale, og beiggi svimjaran Tóru við Keldu. 9. Februar 2002 luttók hann í donsku tónleikakappingini "Melodi Grand Prix", sum er innleiðandi kapping til altjóða sang kappingina Eurovision. Pætur gjørdist nummar 5 í donsku kappingini. Pætur syngur saman við Evi Djurhuus á stakfløgu hennara, sum kom út í 2010. Tey syngja sangin "How's the World Treating You". Ávísingar úteftir. Keldu, Pætur við Keldu, Pætur við Tóra við Keldu. Tóra við Keldu (f. 1974) er føroyskur svimjari úr Klaksvík. Hon er dóttir Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóra og Betty Skaale. Hon luttók í Paralympisku Leikunum í Seoul, Suðurkorea í 1988, men gavst at svimja, tá hon var 21 ára gomul. Hon starvast sum lærari í Ósáskúlanum í Klaksvík. Tá beiggin Pætur við Keldu luttók í danska Melodi Grand Prix'num, var Tóra við sum kórsangari. Systir Tóru, Gunvá við Keldu var borgarstjóri í Klaksvík 2009-2012 og pápi hennara, Jógvan við Keldu, var borgarstóri í Klakvíkar kommunu 1981-88 og 1993-2000. Heiðursmerki. Tóra vann fleiri heiðursmerki á Paralympisku Leikunum í Seoul í 1988, tvey bronsu og eitt silvur. Keldur. Keldu, Tóra við Keldu, Tóra við Jóna Rasmussen. Jóna Rasmussen (f. 1946 í Tórshavn) er føroysk listakvinna. Hon er upprunaliga útbúgvin laborantur, men hevur í nógv ár verið heimagangandi húsmóðir. Hon er sjálvlærd, og hevur m.a. verið á skeiði hjá Ib Agger í 1988. Myndevnini tekur Jóna úr gerandisdegnum, ofta mynda verk hennara t.d. okkurt úr sjólívinum. Jóna undirvísir í grafiskari list í Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Hon hevur sniðgivið fjarrit fyri Føroya Tele. Keldur. Rasmussen, Jóna Rasmussen, Jóna Elspa Mørkøre. Elspa Mørkøre (f. 22. oktober 1991) er føroyskur svimjari. Elspa er fyrsta føroyska kvinnan sum svam 100 m frí undir eitt minutt. Elspa flutti heimaftur til Føroya í august 2009 og svimur nú fyri Ægir í Klaksvík og fyri Føroyar. Í eina tíð búði hon niðri í Danmark, har hon vandi og svam fyri West Swim í Esbjerg og fyri danska landsliðið. Danmarksmeistaraheitið. DM 2009: Elspa Mørkøre vann gull í 50 m og 100 m rygg svimjing, silvur í 200 m rygg og 200 m frí. Oyggjaleikir. Elspa Mørkøre vann 8 gull heiðursmerki og eitt silvur á Oyggjaleikumun á Rhodos í 2007. Á Oyggjaleikunum í 2005 vann hon 1 gull heiðursmerki, eitt silvur og trý bronsu heiðursmerki. Ársins ítróttarbragd 2005. Elspa Mørkøre vann heiðurin "Ársins Ítróttarbragd" í 2005. Heðin Mortensen helt røðu fyri henni og nevndi m.a. at hon hevði sett 25 føroysk met tað árið. Keldur. Mørkøre, Elspa Mørkøre, Elspa Kristoffur Hentze. Kristoffur Hentze (f. 1982) er føroyskur svimjari. Hann svam fyri Føroyar á Oyggjaleikunum í 1997, 1999 og 2003. Hann vann ikki nakað heiðursmerki á Oyggjaleikunum. Hann og tríggir aðrir hava sett føroyskt met í 4 x 100 m frí á langbana, hinir svimjararnir eru: Aksal Norðfoss, Jóannes á Fløtti og Andrass Thomsen, teir settu met við tíðini 3:57.08, tíðin er enn (mai 2013) tann skjótasta fyri ikki-landslið, skjótasta tíðin sum eitt føroyskt landslið hevur sett er 3:46.49. Á FM-stevnu í 1999 settu Kristoffur og tríggir aðrir føroyskt met í 4 x 200 m frí við tíðini 8:11.62, hinir tríggir vóru: Bogi Lenvig, Heini Harryson og Kristian Martin Joensen. Metið var tikið 11 ár seinni, tá teir fýra úr Susvim Eyðbjørn Joensen, Jón Hofgaard, Sofus Bech og Pál Joensen svumu teinin við tíðini 8:11.26. Keldur. Hentze, Kristoffur Hentze, Kristoffur Sveinur Magnason. Sveinur Magnason (f. 29. oktober 1990) er føroyskur svimjari. Sveinur er úr Fuglafirði. Hann gekk á student á Kambsdali og slapp so inn á United World College í Noregi, sum er ein altjóða studentaskúli. Hann svimur fyri Fuglafjarðar Svimjifelag, og hevur verið við til at vinna felagnum Føroyameistaraheitið fleiri ferðir. Ryggsvimjing hansara sergrein. Í 2007 var hann næstbesti ryggsvimjari í Føroyum, og 8. besti í ríkinum. Hann var silvurvinnari í 50 m og 100 m rygg bæði til FM í 2006 og 2007, og UM (unglingameistari)-gullvinnari í somu greinum, somu ár. Slóðir úteftir. Magnason, Sveinur Magnason, Sveinur Klippfiskur (matur). Klippfiskur er eitt serligt slag av turrum saltfiski. Klippfiskur varð fyrr framleiddur í Føroyum til útflutnings serliga til Suðurevropa, men føroyska framleiðslan er nú steðgað. Klippfiskurin, sum fæst til keyps í Spania og Portugal, er ofta framleiddur í Noregi, haðani hann eisini varð innfluttur frá fyrstan tíð. Summartíð. Summartíð er, at klokkan summarhálvárið verður flutt ein tíma fram fyri at gagnnýta dagslýsið betri. Við at flyta klokkuna ein tíma fram, er seinni ljóst um morgunin og longri ljóst um kvøldið. Dagslýsið verður tá meira í samsvari við vanligu dagsrútmuna hjá fólki. Benjamin Franklin skeyt av fyrstan tíð - og kanska hálvavegna í skemti - upp at flyta klokkuna. Tað var gjørt í greinini "An Economical Project" í 1784. Summartíð var fyrstu ferð brúkt í Eysturríki og Týsklandi undir fyrra heimsbardaga - 30. apríl 1916 - fyri at spara olju, meðan kríggj var. Fleiri evropeisk lond, teirra millum Danmark, fóru yvir til summartíð 21. mai sama árið. Summartíð hevur verið í gildi í Danmark í fleiri umførum. Fyrst í 1916, síðani aftur í 1940 - 1948. Summartíð, sum vit kenna hana í dag, hevur verið í gildi í Danmark síðani 1980. Í Føroyum varð farið yvir til summartíð við støði í "Løgtingslóg nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð". Neyvari verður ásett í kunngerðum; nú er galdandi "Kunngerð nr. 87 frá 29. august 2016 um summartíð 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021". Fyrstu árini varð flutt til summartíð seinast í apríl og aftur til vetrartíð (vanliga tíð) seinast í september. Síðan 1996 hava vit flutt til summartíð samstundis sum ES-londini, frá seinasta sunnudegi í mars til seinasta sunnudag í oktober. Formliga eitur tað, at klokkan 01.00 seinasta sunnudag í mars verður klokkan flutt til 02.00. Seinasta sunnudag í oktober verður flutt aftur hin vegin. Klokkan 02.00 verður klokkan flutt aftur til 01.00. Ein háttur at minnast, hvønn veg klokkan skal flytast, er at hugsa um, at vit vilja gagnnýta summarljósið. Klokkan skal tí altíð flytast móti sumrinum: fram um várið og aftur um heystið. Evropeiska Samveldið. ES er stytting fyri Evropasamveldið ella Evropeiska samveldið, á donskum og flestu evropeiskum málum verður brúkt styttingin "EU", stytting fyri "Europæiske Union" ella "European Union", er eitt samveldi í Evropa. Hugsanin um at stovna eitt samveldi í Evropa kom upp eftir Seinna heimsbardaga, tí evropeisku londini hildu hetta vera einastu leið at sleppa undan fleiri kríggjum í heimspartinum. Felagsskapurin, ið upprunaliga æt EEC (stytting fyri Búskaparligi Felagsmarknaður Evropa), hevur skipað øll limalondini sum ein marknað. Vøra, tænastur og arbeiðsmegi hava frítt at fara limalandanna millum. ES skipar seg nú sum búskaparligt samveldi við einum gjaldoyra, evru, í øllum londunum. Ein onnur framtíðarhugsjón er ES sum politiskt samveldi. Tað vóru tey seks londini, Frakland, Luksemborg, Belgia, Niðurlond, Vesturtýskland og Italia, sum stovnaðu henda felagsskap í Róm í Italia í 1957, og tí verður sjálvur sáttmálin nevndur Rómsáttmálin. Í 1973 komu Stóra Bretland, Danmark og Írland uppí, í 1981 Grikkaland, í 1986 Spania og Portugal og um ársskiftið 1995 Svøríki og Finnland. Føroyar eru ikki við, men hava serligan sáttmála við ES. Sama er við til dømis Íslandi, Sveis og Noregi. Grønland fylgdi Danmørk inn í ES. Tá ið Grønland fekk heimastýri, vórðu viðurskiftini við ES endurskoðað, og Grønland segði seg úr felagsskapinum. Eftir broytingarnar í Eysturevropa seinastu árini, vilja nógv av teimum londunum sleppa upp í Evropasamveldið, og summi hava longu søkt um limaskap. Efir at limalondin góðtóku Maastricht-sáttmálan í 1993, er lagt upp til nógv meira víðfevnandi samstarv enn upprunaliga ætlað. Í 2014 vóru 28 lond í ES, fólkatalið 506 mió. og í vídd umleið 4,38 mió. km2. Tá ið Japan er frá, er ongastaðni so nógv fólk á hvørjum km2 sum í ES. 24 almenn mál eru í ES og fleiri óalmenn mál. ES-londini eru ídnaðarlond burturav og nógv ríkari enn lond flest. Tað er aðalmál ES at gera eitt Evropa við ongum landamørkum, har vøra og peningur hava frítt at fara. Í ES- og EBS-londunum hava vørur, tænastur, fólk og kapitalur frítt at fara. Hesi “fýra frælsini” gera tað lættari at virka. Føroyar hava ein handilssáttmála, sum gevur ávísum fiskavørum at kalla fría atgongd til ES marknaðin. Mangt og mikið snýr seg um pening, men ES er meira enn tað. Samstarv er á nógvum økjum: vísindi, handil, umhvørvi, undirvísing og uttanríkispolitikkur er nøkur dømi. Nógv halda, at ES er stigið fram ímóti sameindu tjóðum Evropa, við felags gjaldoyra og eisini felags verju og løgreglu. Søga. Í 1957 gingu fimm lond saman og stovnaðu Evropeiska Búskaparliga Felagsmarknaðin (EEC). Tey hildu, at neyvt búskparligt samstarv fór at avmarkað vandan fyri kríggi ímillum limalondini og at skapa vælferð í Evropa. Seinni komu fleiri onnur lond uppí, og nú eitur felagsskapurin "Evropasamveldið" (ES). 28 lond eru limir, og umframt búskaparliga samstarvið verður nú virkað fyri at gera ES til politiskt samveldi. Seinni veraldarbardagi tók milliónir mannalív og syndraði Evropa. Evropeiski felagsmarknaðurin varð settur á stovn, so at kríggj og ósemjur ikki aftur skuldu vera millum lond í Evropa. Tey seks (sum tey tá vórðu nevnd) europeisku londini Belgia, Niðurlond, Luksemborg, Frakland, Vesturtýskland og Italia skrivaðu í 1957 undir Rómsáttmálan og skipaðu harvið Europeiska Felagsmarknaðin, stytt EF. Endamálið var í fyrstu syftu, at hesi londini skuldu hava felags tollmark, felags arbeiðsmarknað og frían innanhýsis kapitalflutning landanna millum. Í aðru syftu varð ætlanin, at EF skuldi mennast til eitt búskaparligt og politiskt samveldi. Fyri at standa seg ímóti hesum felagsskapi tóku tey sjey europeisku londini Danmark, Svøríki, Noreg, Stóra Bretland, Portugal, Eysturríki og Sveis seg saman í felagsskapin EFTA (stytting fyri "European Free Trade Association" á enskum). Sáttmálin varð undirskrivaður í Stokkhólmi í Svøríki í november 1959. EFTA er eitt fríhandilsøki, har allur tollur ímillum limalondini er avtikin, samstundis sum hvørt limaland sær kann varðveita tann toll, tey høvdu við triðjalond. Føroyar gjørdist limur í EFTA í 1967, men fór í 1972 burturúr aftur, tá ið Danmark gjørdist limur í ES. Tey EFTA-lond, ið ikki eru farin upp í ES, skrivaðu í 1992 undir ein sokallaðan EBS-sáttmála við ES. EBS er stytting fyri Europeiska Búskapar Samstarvið, sum merkir, at Innmarknaðurin í ES eisini kom at fevna um EFTA londini. Nú er einki eftir av EFTA, og tey lond, sum ikki hava fingið limaskap í ES, hava í staðin fingið handilssáttmála, EBS-avtaluna. Stjørnurnar í flagginum hjá ES siga frá, hvussu mong lond vóru limir, men nú eru fleiri lond komin afturat. Skipan. Valdið í ES verður býtt í tríggjar partar. Lóggevandi valdið hevur ráðharraráðið, útinnandi valdið hevur kommissiónin, og dómsvaldið hevur dómstólurin. Haraftrat er ráðgevandi ting, sum eitur Evropatingið. Sambandið millum Føroyar og ES. Føroyar er ikki limur í ES, men tað er Danmark, sum Føroyar er í ríkisfelagsskapi við. Bæði áðrenn og aftaná at Danmark fór upp í ES, hava anstøðingar har, eins og í Føroyum, hildið fundir og gingið mótmælisgongur. Í øllum Norðurlondum eru fólk bæði ímóti og fyri ES. Vidðhaldsfólk halda, at ES hevur bundið londini í Evropa fastari saman, og tey 28 ES londini hava fingið størri ávirkan á heimin. Hildið verður, at ES er til gagns fyri til dømis útflutning og fyri fólk flest. Andstøðingar halda, at landið missir ein part av støðu síni sum sjálvstøðugt ríki. Tey vilja hava frælsi sjálvi at ráða og vilja ikki, at landið skal verða stjórnað úr Brússel. Í 1970 fóru Danmark, Stórabretland, Írland og Noreg undir samráðingar við EF um møguligan limaskap. Undir samráðingunum segði danski marknaðarráðharrin, at fyri Føroyar og Grønland kundu taka seg upp serligir spurningar, sum gjørdu tað neyðugt, at serskipanir av ymsum slagi vórðu gjørdar fyri hesar partar av ríkinum. Hetta setti av álvara ferð á kjakið í Føroyum um, hvørt Føroyar skuldu fylgja Danmark inn í felagsskapin 2. oktober 1972 varð staðfest við fólkaatkvøðu, at Danmark skuldi gerast partur av EF. Danski upptøkusáttmálin í EF fevndi ikki um Føroyar. Eisini Stórabretland og Írland valdu at gerast limir. Sambært ráðgevandi fólkaatkvøðu í Noregi, har meirilutin av fólkinum var ímóti limaskapi, avgjørdi norska stjórnin at mæla Stórtinginum til ikki at samtykkja luttøku í EF. Síðani løgtingið í januar 1972 hevði viðgjørt EF málið vóru nú farnar hendingar fram av stórum týdningi fyri støðu Føroya mótvegis EF. EFTA londini, sum ikki søktu um limaskap í EF, høvdu øll fingið fríhandilssáttmálar við EF; og Noreg ynskti ikki longur limaskap, men samráddist nú við EF um fríhandilssáttmála. Tá løgtingið fyrst í sjeytiárunum skuldi taka støðu til, um Føroyar skuldu fara við Danmark inn í Evropeiska Felagsmarknaðin (EF), birtist ein tann størsta politiska rørsla, sum hevur verið í Føroyum: Fólkafylkingin móti EEC. Fylkingin - væl stuðlað av serliga Tjóðveldisflokkinum - førdi eina kampanju, ið lýsti felagsmarknaðin sum nakað stórt og fremmant, ið fór at týna Føroyar, gjørdust vit limir. Málið um føroyskan EF limaskap varð endaliga avgreitt, tá ið eitt samt løgting í 1974 gjørdi av, at Føroyar skuldu standa uttanfyri, hóast Danmark var farið inn í felagsskapin. Í 1992 atkvøddi ein meirluti av dønum ímóti tættari ES-samarbeiði. Danska fólkið er 1 % av fólkinum í ES, og danir eiga bert ein lítlan part av atkvøðunum í ES-ráðnum og 1,7 % í ES-parlamentinum. Sendistova Føroya í Evropasamveldinum. Sendistovan í Brússel starvast mest við viðurskiftum Føroya við ES. Endamálið hjá sendistovum Føroya er í høvuðsheitum, eins og hjá øðrum londum, at skapa og røkja sambond í vertslandinum og miðla kunning og sambond millum mentanarlív og aðrar samfelagsbólkar í vertslandinum. Kate Sanderson er fyrsta sendikvinna Føroya í Brússel. ES-boykott ímóti Føroyum. 28. august 2013 valdi ES at fremja boykott móti Føroyum á tann hátt, at føroysk skip við makreli og sild ikki sluppu í ES-havn ella ES-land yvirhøvur. Hetta orsakað av ósemju um hvussu stóran part av makrelkvotuni, ið Føroyar skal hava. ES metti, at Føroyar ikki fiskaði burðardygt. Føroyar stevndu ES til WTO. Hin 11. juni 2014 kunngjørdi Maria Damanaki, fiski- og vinnumálakommiserur hjá ES, at avtala um sildakvotu varð gjørd millum Føroyar og ES, og at ES nú fór at enda handilsforingunum móti Føroyum, sum hevði vart síðan 28. august 2013. Sum partur í nýggju semjuni lovaði Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri Føroya, at Føroyar fóru at taka aftur stevningina í WTO móti ES. Limalond. Kortið vísir limalondini í ES við bláum og kandidatar til ES við ljósareyðum. Kortið vísir søgugongdina í ES, nær ið tey ymisku londini gjørdist limir. Evropasamveldið er vaksið sera nógv síðan Rómsáttmálin varð undirskrivaður av Vesturtýsklandi, Fraklandi, Italia, Niðurlondum, Belgia og Luksemborg í 1957. Tey seks stovnandi londini verða ofta umrødd sum "tey seks" ella "kjarnu-Evropa". Friðarheiðursløn Nobels. ES fekk Nobel friðarheiðurslønina í 2012. Í hennara grundgevingum varð m.a. sagt, at ES í yvir seks áratíggju hevur virkað fyri friði, fólkaræði og mannarættindum í Evropa. Nevndin vísti á, at áðrenn Seinna heimsbardaga høvdu Týskland og Frakland, í eitt 70 ára skeið, verið í kríggi tríggjar ferðir. Eisini tók Nobelnevndin fram, at ES hevur slóðað fyri fólkaræði, ikki minst í Eystur- og Suðurevropa er fólkaræði styrkt, og fleiri stríð millum etniskar bólkar eru loyst á friðarligan hátt. Samanumtikið hevur ES, sambært Nobelnevndini, stabiliserað Evropa, og broytt tað frá at vera ein heimspartur, sum var merktur av kríggi, til at vera ein heimspartur, har friður valdar. “Evropeiska Samveldið hevur í 60 ár borgað fyri støðufesti, trygd og friði í Evropa síðani Seinna heimsbardaga, og hevur eisini styrkt mannarættindini í Evropa", segði Thorbjørn Jagland, formaður í Nobelnevndini, tá hann í okt. 2012 kunngjørdi, hvør fær friðarheiðurslønina 2012. ES hevur í fleiri ár verið í uppskoti at fáa friðarheiðurslønina. Nobelnevndin varð samd um at lata ES heiðurslønina. Fólkakirkjan. Fólkakirkjan er almenna kirkjan í Føroyum, og tað viðførir millum annað, at tað er læra fólkakirkjunnar, ið verður lærd næmingum í fólkaskúlanum. Eisini byrjar tingsetan á Ólavsøku við at landsins politikarar og prestar fara til gudstænastu í Havnar kirkju. Fólkakirkjan er evangelisk-luthersk. Flestu føroyingar eru í fólkakirkjuni, tó at grundlógin í 1849 tryggjaði trúarfrælsi. Í Føroyum eru 14 prestagjøld og 20 prestar. Fjórða hvørt ár er kirkjuráðsval. Ráðið hevur rættiliga stórar heimildir. Tað velur prest, klokkara, dekn og urguleikara. Tað ansar eftir, at kirkjan verður hildin í góðum standi, og gevur loyvi til sangframførslur og tónlistaframførslur í kirkjuni. Søga. Í 1963 varð próstaembætið avtikið, og varabispur settur í staðin. Í 1990 gjørdust Føroyar sjálvstøðugt bispadømi, og bispurin ovasti myndugleiki kirkjunnar. Ólavsøkudag 2007 varð Fólkakirkjan yvirtikin. Prestar. Fróðskaparsetur Føroya hevur fyrireikandi prestaútbúgving. Flestu prestarnir fáa endaliga útbúgving á lærda háskúlanum í Århus, Keypmannahavn ella Reykjavík. Barnadópur. Barnadópur verður praktiseraður í Fólkakirkjuni. Børn og vaksin, sum verða doypt í kirkjuni, gerast limir í fólkakirkjuni. Børnini verða borin til doypifuntin inni í kóri, har prestur doypir tey. Tá eitt barn fer til dópin, hevur tað fleiri gummur og gubbar - hesi eru oftast familja og vinir hjá foreldrunum. Formliga er uppgávan hjá gudforeldrum at hava ábyrgdina av kristnu uppalingini hjá barninum, skuldi so borið á, at foreldrini fella frá, áðrenn barnið er konfirmerað. Tó er tað ofta eisini so, at forvæntað verður, at gummur og gubbar taka seg eitt sindur eyka av barninum í tímiliga lívinum, geva jóla- og føðingardagsgávur o.s.fr. Formliga treytin fyri at kunna gerast gumma ella gubbi er vanliga, at man tilhoyrir fólkakirkjuna og er konfirmeraður. Frávik verða tó viðhvørt gjørd frá hesi reglu. Prestagjøld. "Høvuðsgrein: Prestagjøld í Føroyum" Kirkjur í Føroyum. "Høvuðsgrein: Kirkjur í Føroyum" Anatolia. Kort av Turkalandi har Anatolia er merkt. Anatolia (grikskt: ανατολιαv, turkiskt: Anadolu, eisini kent sum Lítla Ásia (Grikskt: Μικρά Ἀσία "Mikrá Asía")) er eitt økið í útsynningshorninum á Ásia og er í dag ein partur av Turkalandi. Anatolia var landið hjá hittittum í 2. øld á.Kr. Hittittar. Hittittarnir búðu í Anatolia í núverandi Turkalandi. Høvuðsstaður teirra var Hattusha. Hattusha. Hattusha var høvuðsstaður hittittanna. Hetta var í Anatolia í núverandi Turkalandi. Gudforeldur. Gudforeldur er savniheiti fyri gummur (gudmammur) og gubbar (gudpápar). Gudforeldur í Fólkakirkjuni. Kirkjusiður var, at elsta gumman bar barnið fram til dópin og vegna barnið játtaði kristnu trúnna. Kristiligi Fólkaflokkurin. Kristiligi Fólkaflokkurin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkur varð vanliga bert nevndur Kristiligi Fólkaflokkurin. Flokkurin stillaði upp til løgtingsval frá 1958 til 1998. Tey dansa eins og skuggar. Sangurin Tey dansa eins og skuggar varð yrktur til kapping, sum Amnesty International Føroya deild útskrivaði umleið 1990. Til frumframførsluna í Norðurlandahúsinum varð hann sungin av Eyðuni Nolsøe, og Finnur Hansen spældi undir. Fuglafjarðar Gentukór stjórnað av Frits Johannesen átti kórsangin aftanfyri. Fyrstu ferðirnar, sangurin varð spældur í útvarpinum, var tað ein liveupptøka frá hesari framførslu, men seinni varð sangurin endurinnspældur við øðrum kóri. Fuglafjarðar Gentukór. Fuglafjarðar Gentukór er sum navnið sigur eitt gentukór úr Fuglafirði. Kórið varð sett á stovn í 1982 av Frits Johannesen, og hevur síðani havt ymiskar kórleiðarar og klaverleikarar. Virksemi. Kórið hevur havt stórt konsertvirksemi, bæði innan- og uttanlands. Eisini hevur kórið við millumbilum útgivið bond og seinni fløgur. Føroyar. Tá kórverkið Carmina Burana eftir Carl Orff varð uppført í Norðurlandahúsinum, var gentukórið eitt av luttakandi kórunum. Tá Sissel Kyrkjebø var á konsertferð í Føroyum í 1991, var kórið bakgrundskór í onkrum einstakum lagi á konsertini í Norðurlandahúsinum, og harumframt myndaðu umleið 10 gentur frá Fuglafjarðar Gentukóri saman við 10 gentum frá Gentukórinum hjá Paula í Sandagerði eitt úrvalskór, ið fylgdi Sissel Kyrkjebø á øllum konsertunum í Norðurlandahúsinum í Havn og í Christianskirkjuni í Klaksvík. Fuglafjarðar Gentukór sang eisini kór til frumframførsluna av "Tey dansa eins og skuggar", sum Eyðun Nolsøe syngur. Í 1992 luttók kórið undir leiðslu av John Høybye á Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali; tað var eisini John Høybye sum stjórnaði kórinum til jazzkendu 10 ára føðingardagskonsertini, sum var í Fuglafjarðar Kirkju í august sama ár. Bókavarðafelagið. Bókavarðafelagið er felagið fyri allar bókavørðir í Føroyum við bókasavnsfakligari útbúgving. Í nevndini sita Høgni Bech, Herluf Hansen og Kartni Ravnsfjall Felagið varð stovnað í 1986, og er eitt áhugafelag. Fyri at gerast limur í Bókavarðafelagnum, krevst bókasavnsfaklig útbúgving frá hægri lærustovni sum Bibliotekar DB, cand. scient.bibl., cand.mag. í mentan og miðlan ella onnur viðkomandi útbúgving. Í 2019 eru umleið 25 limir í Bókavarðafelagnum. Nevndarlimir í Bókavarðafelagnum verða valdir fyri tvey ár í senn á árliga aðalfundinum. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, skrivara og kassameistara. Flestu limir í Bókavarðafelagnum eru limir í Magistarafelagi Føroya í AKF, og summir eru limir í Starvsmannafelagnum. Bókavørður í Føroyum. Bókasavnsfaklig útbúgving frá hægri læristovni er kravd fyri at kunna setast í starv sum bókavørður á almennu bókasøvnunum í Føroyum. Arnbjørn Ó. Dalsgarð. Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð (f. 28. august 1971, ættaður av Velbastað) er rithøvundur, bókavørður og tónleikari, guitarleikari. Í 2012 varð hann settur í starv sum leiðari á Býarbókasavninum. Áðrenn tað starvaðist hann á Føroya Landsbókasavni. Hann gjørdist liðugur við útbúgving sum bókavørður í 1999. Hann er føddur í 1971, er uppvaksin á Velbastað og býr í Havn. Er ritstjóri á bókmentatíðarritinum Vencili saman við Oddfríða M. Rasmussen. Árini 2003-2007 hevur hann verið formaður í Bókavarðafelagnum, og í mars 2007 bleiv hann valdur til formann í Rithøvundafelagnum og legði frá sær í Bókavarðafelagnum, hann varð formaður í Rithøvundafelagnum til 2009. Meðan hann búði í Keypmannahavn í 1990-árunum var hann onkuntíð blaðstjóri á blaðnum Oyggjaskeggi, sum er blaðið hjá føroyskum lesandi uttanlands, serliga í Danmark. Hann hevur fyrr spælt sum guitarleikari í fleiri føroyskum orkestrum, tað var í 1980-árunum. Hann spældi eitt nú saman við James Olsen og Óla Hans Andreasen. Arnbjørn er giftur við Rigmor Dam, sum er løgtingskvinna (2011-), lærari og blaðkvinna. Tey eiga trý børn saman. Eyðun Nolsøe. Eyðun Nolsøe er føddur í 1966. Hann er ein av frontfigurunum í Frændum. Hann býr nú á Tvøroyri og eigur tríggjar døtur. Umframt at vera tónleikari, er Eyðun Nolsøe eisini góður telvari. Hann vann FM í talvi í 1995. Slóðir úteftir. Nolsøe, Eyðun Nolsøe, Eyðun Orknoyggjar. Orknoyggjar (skotskt gæliskt: "Arcaibh", enskt: "the Orkney Islands") eru ein oyggjabólkur millum Hetland og skotska meginlandið. Oyggjabólkurin er ein av 32 skotskum regiónunum. Tað eru 200 smáar oyggjar 16 km í ein norðan úr Caithness í Norðurskotlandi. Størsta oyggin nevnist Mainland (sama orð sum føroyskt meginland). Fólk býr á umleið 20 oyggjum. Orkney hevur umleið 20 100 íbúgvar, harav búgva 7000 í høvuðsbýnum Kirkwall. Í ferjubýnum Stromness búgva umleið 2000 fólk. Søga. Longu í 8. øld settu fyrstu norðmenninir búgv her. Oyggjarnar komu sum frá leið undir norskt vald, og norsk mentan, mál og virksemi gjørdist ráðandi. Skara Brae. Bygdin Skara Brae varð bygd í yngru steinøld um 3000 f.Kr. Hon varð funnin av tilvild í 1850, tá ið sandurin, sum hevði fjalt bygdina øld eftir øld, feyk burtur í einum herviligum ódnarveðri. Í bygdini eru eini tíggju laðað hús. Veggirnir vóru laðaðir av fløtum hellum, gólvini vóru steinsett við stórum hellum. Innbúgvið var laðað av gróti ella høgt inn í veggin. Búnyttur og amboð vóru eisini av steini, sumt av beini. Viður var eingin, tí skógur veksur ikki í Orknoyggjum. Skara Brae varð sett á heimsmentanararvslistan hjá UNESCO í 1999. Føroyar og Orknoyggjar. Tað er vorðið alt meira vanligt, at føroyingar vitja Orknoyggjar, hetta kemst millum annað av tí at stuttleikabátar eru vorðnir alramannaogn, og at nógvur av bátaeigarunum dámar væl at vitja næstu grannalondini. Fair Isle. Fair Isle (norrønt: "Frjóey", skotskt gæliskt "Fara", nevnd "Færøy" í einum dokumenti frá 14'du øld), er ein oyggj, sum liggur einsamøll miðskeiðis millum Orknoyggjar og Hetland. Hon liggur í ein næstan beinan sunnan úr Sumburgh Head og hoyrir fyrisitingarliga til Hetland, hóast hon í veruleikanum liggur nærri Orknoyum. Hægsta fjallið er Ward Hill (før. Varðhald) 217 m. Hondverk og hondarbeiði. Ein serligur bindistílur stavar frá Fair Isle og kallast Fair Isle bindistílur. Fuglafrøði. Oyggin er fuglareservat, og nógvir ornitologar ynskja sær einaferð í sínum lívi at koma til Fair Isle. Michael Hutchence. Michael Hutchence (22. januar 1960 – 22. november 1997) var sangari í avstralska tónleikabólkinum INXS. Hann gekk einaferð saman við toppmodellini Helenu Christensen. Niels Midjord. Niels Midjord er uppvaksin og býr í Fuglafirði. Hann er útbúgvin arkitektur og lærari og hevur í mong ár starvast í Fuglafjarðar Skúla. Sum arkitektur hevur hann m.a. teknað Mentanarhúsið í Fuglafirði, og hevði eisini eitt uppskot um kirkjubygging, tá ið Fuglafjørður skuldi fáa nýggja kirkju í 80'unum. Í 2020 stillaði hann upp til kommunustýrisval í Fuglafjarðar Kommunu fyri lista Á. Tónleikarligt virksemi. Seinnu árini er Niels farin at gera alt meira við sangframførslur. Hann byrjaði við at syngja skemtiligar sangir sum "Mín grái fordur" og "Fimm feitar flugur", men síðani er hann farin at framføra meira traditionellan tónleik, millum annað kingosálmar. Í 2009 gav hann út fløgu saman við Lív Næs, fløgan varð væl móttikin. Í 2012 útgav Lív Næs sína egnu fløgu, Niels Midjord syngur ein av sangunum "Mín lynglitta lá" saman við henni. Í 2013 útgav hann tulkingar av Leonard Cohen, sum hann seng saman við Eilini Hansen. Debrecen. Debrecen (IPA:) er næstørsti býur í Ungarn og hevur umleið 207.270 íbúgvar (2010). Debrecen er høvuðsbýur í landslutinum Hajdú-Bihar og liggur umleið 35 kilometrar frá markinum til Rumenia og umleið 220 kilometrar eystanfyri høvuðsstaðin Budapest. Býurin er ein stórur universitetsbýur við lesandi úr øllum heiminum. Søga. Býurin varð fyrstu ferð nevndur í 1235 sum "Debrezun". Jødiskt samfelag. Jødar fingu fyri fyrstu ferð loyvi til at búseta seg í Debrecen í 1814. Við fólkateljing vóru 118 jødiskir menn taldir eftir fýra árum. Tjúgu ár seinni fingu jødar loyvi til at keypa jørð og bústaðarhús. Í 1919 var 10% av íbúgvunum í býnum jødar, tá vóru yvir 10.000 skrásett í jødiska samfelagnum í býnum, og tey áttu nærum helmingin av størri ognum í og kring býin. Tær ungarsku antisemitisku lógirnar frá 1938 førdu til at nógvar fyritøkur noyddust at lata aftur, og í 1939 vóru nógvir jødar senir til arbeiðsleir í Ukraina, har ið mong teirra doyðu í minuøkjum. Bonaire. Bonaire er ein niðurlendsk oyggj í Karibiska havinum. Oyggin er ein av teimum trimum ABC-oyggjunum og liggur 20 km eystan fyri Curaçao. Høvuðsstaðurin eitur Kralendijk. Fólkið. Í 2001 var fólkatalið 10 791, í 2004 var tað minkað til 10 185, 2010 13 389. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti. Almenna málið er niðurlendskt, men enskt, papiamento og spanskt eru eisini vanlig mál. Bonaire merkir "góð luft". Landalæra. Oyggin er 288 km² stór. Hóast strandarlinjan er fruktagóð, er miðjan á oynni at rokna sum oyðimarkarlendi. Ein stórur partur av økinum er lagt út sum náttúrupark, sum tað kostar at sleppa at vitja. Ein strond á oynni kallast Pink Beach; har er sandurin ljósareyður og mjúkur, og gerst sjáldan heitur. Av tí at oyggin hevur sera góð viðurskifti til surfing, marknaðarførir Bonaire seg sum "Surfers' paradise", sum eisini er tekstur á nummarspjøldrunum á bilunum. Óbygda grannaoyggin Klein Bonaire vestan fyri Bonaire er 6 km² til støddar. ABC-oyggjarnar. ABC-oyggjarnar (ofta eisini nevndar "Windward Islands") eru Aruba, Bonaire og Curaçao. Oyggjabólkurin er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Niðurlendsku Antillurnar í Karibiska havinum. Oyggjabólkurin liggur í ein norðan úr Venesuelansku strandarlinjuni og er partur í Smáu Antilloyggjum. Curaçao. Curaçao (úttalast "Kurasaw"; Papiamento: Kòrsou) er ein oyggj og eitt sjálvstýrandi land í Suðurkaribiska havinum tætt við strondina á Venezuela. Oyggin er partur av Niðurlendska Karibia og fekk sjálvstýri í 2010 og er ein partur av Niðurlendska kongsríkinum, men er eins og Føroyar ikki partur av ES. Landið Curaçao er høvuðsoyggin og tann lítla óbygda oyggin ið nevnist Klein Curaçao (Lítla Curaçao). Curaçao er ein av teimum trimum ABC-oyggjunum. Fólkatalið er gott 150.000, landið fevnir um 444 km2. Høvuðsstaðurin eitur Willemstad. Miskolc. Miskolc (IPA:) er ein býur í Ungarn. Býurin hevur umleið 179.000 íbúgvar. Baja. Baja (IPA:) er ein býur í Ungarn. Býurin hevur hevur umleið 37.690 íbúgvar (2005). Aruba. Aruba er ein niðurlendsk oyggj beint úti fyri strondina í Venesuela. Aruba er ein av ABC-oyggjunum, ið eru í Karibiska havinum. Oyggin er 179 km2 til støddar og liggur bara 27 km frá suðuramerikanska meginlandinum í Venesuela. Høvuðsstaðurin eitur Oranjestad. Í januar 2000 var fólkatalið í Aruba 90,506; í januar 2013 var tað vaksið til 109,153. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti. Almennu málini í Aruba eru tvey, niðurlendskt og papiamento. Upprunafólkið í Aruba eru indiánar. Tann rómversk-katólska kirkjan er størsti trúarbólkur í Aruba; umleið 81 % av fólkinum eru rómverskir katolikkar í 2013. Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Aruba; ferðavinnan hevur stóran týdning í Aruba í 2013. Tølini hjá CIA World Factbook vísa, at ferðavinnan stendur fyri umleið 1/3 av samlaða BTÚ í 2013. Hóast landið er lítið dregur tað nógv ferðandi á hvørjum ári. Hetta kemst helst av, at veðurlagið í Aruba er serstakliga lokkandi, har eru strendur so langt eygað røkkur. Størsta menningin og mesta virksemið er eisini fram við strendurnar. Hóast strandarlinjan er fruktagóð, er miðjan á oynni at rokna sum oyðimarkarlendi. Flestu ferðafólkini eru úr USA. Oyggin er millum annað nevnd í sanginum Cocomo hjá Beach Boys. Eisini verður hon viðhvørt umtalað sum frítíðarstað í amerikanskum spælifilmum. Karibiska Havið. Karibiska havið er tann parturin av Atlantshavinum, ið er millum Norður- og Suðuramerika. Kendar oyggjar og oyggjabólkar í Karibiska havinum ert t.d. Barbados, Trinidad og Tobago, Isla Margarita, Kuba og Antillurnar, herundir ABC-oyggjarnar. Niðurlendsku Antillurnar. Niðurlendsku Antillurnar ella Niðurlendsku Antilloyggjar (niðurlendskt: "Nederlandse Antillen", papiamento: "Antia Hulandes") var heitið á einum bólki av 6 meiri og minni smáum oyggjum í Karibiska Havinum, sum allar eru partur av Smáu Antilloyggjum. Bólkurin varð myndaður av sunnuaru ABC-oyggjunum ("Windward Islands") og norðaru SSS-oyggjunum Sint Maarten, Sint Eustatius og Saba ("Leeward Islands"). Samanlagt vóru oyggjarnar millum 1954 og 2010 eitt av teim stakríkjunum ið myndaðu um hetta mundið Kongsríki Niðurlond. "Land binnen het Koninkrijk" er niðurlendska heitið fyri stakríki av hesum slagi. Í 1986 varð Aruba tó frábýtt. Oyggin gjørdist til eitt stakríki innan kongsríki og í 2010 fylgdu Curaçao og Sint Maarten við. Bygnaðurin hjá kongsríkinum Niðurlond síðan 2010. Síðan 2010 eru tær seks oyggjarnar býttar sundur í tríggjar kommunur við serstøðu, t.e. Bonaire, Sint Eustatius og Saba, og í trý stakríki t.e. Aruba, Curaçao og Sint Maarten. Tær tríggjar kommunur við serstøðu ("bijzondere gemeenten" á niðurlendskum) eru nú ein partur av stakríkinum Niðurlond. Hesar oyggjarnar, Bonaire, Sint Eustatius og Saba, kallast eisini BES-oyggjarnar ella Karibisku Niðurlond. Í dag er Kongsríki Niðurlond myndað av fýra stakríkinum: 3 stakríki í Karibia og stakríki Niðurlond sum er samansett av 12 landslutum í Evropa og teimum trimum kommununum við serstøðu í Karibia. Heidi Andreasen. Heidi Andreasen (fødd 18. desember 1985) er føroyskur svimjari, ættað av Eiði. Heidi hevur luttikið á Paralympisku Leikunum trýggjar ferðir, í 2000, 2004 og 2008. Hon vann fleiri heiðursmerki á Paralympisku Leikunum í 2000 og 2004. Í 2008 vann hon ikki nakað heiðursmerki, men hon fekk heiðurin at vera flaggberi. Slóðir úteftir. Andreasen, Heidi Helsinki. Helsinki (svenskt:) er høvuðsstaður í tjóðveldinum Finnland. Hann er vakur býur við beinum gøtum og nógvum prýðiligum húsum. Í býnum er universitet, og har er stórt fornminnissavn. Annars er hann mettur at vera størsti ídnaðarbýur í Finnlandi. Í býinum er eisini óføra góð havn, og fram við havnalagnum er sølugøta, har fólk selja grønmeti, frukt, fisk og blómur. Í Helsinki eru mong spennandi og nýmótans hús bygd soleiðis, at tey hóska saman við tí gamla og skapa ein serligan finskan byggistíl. Høvuðsstaður Finnlands er út ímóti havinum og liggur opin og frítt fyri. Í Finnlandi er meginlandaveðurlag. Í Helsinki er miðalhitin kaldasta mánaðin -5 °C og heitasta +18 °C. Atlantshavið. a>i sæst Atlantarhavið í nærum allar ættir. Atlantshavið strekkir seg frá Norðpólinum til Suðurpólin. Tað er heimsins næststørsta hav. Verður siðvant býtt upp í Norður- og Suðuratlantshav. Býtislinjan er miðkringur (Ekvator). Føroyar liggja í Norðuratlantshavi. Kecskemét. Kecskemét (IPA:) er ein býur í Ungarn sum hevur umleið 108.200 íbúgvar. Býurin er tann 8. størsti býur í Ungarn. Høvuðssæti í landslutinum Bács-Kiskun liggur í býnum. Býurin liggur mitt ímillum høvuðsstaðin Budapest og tann triðstørsta býin í Ungarn, Szeged, 86 kilometrar frá báðum og hevur nærum somu frástøðu til tær báðar stóru áirnar í landinum, Danube og Tisza. Býarnavnið Kecskemét kemur av tí ungarska orðinum "kecske", ið merkir "geit". Tær elstu fornaldarfrøðiligu útgrevstirnir vísa tekin um, at fólk hava búð á staðnum fyri umleið fimm túsund árum síðan. Veszprém. Veszprém er ein býur í Ungarn. Býurin hevur 64 339 íbúgvar (2011). Seinni heimsbardagi. Seinni heimsbardagi (enskt: "World War II", "WW2") vardi frá 1. september 1939 til 2. september 1945. Eingi kríggj síðan hava verið so stór sum Seinni heimsbardagi. Seinni heimsbardagi kom í av ætlanum Hitlers at leggja onnur lond undir Týskland, í fyrsta lagi Eysturevropa. Kríggið brestur á. Í 1936 tók Hitler avvápnaða Rínøkið. Í mars 1938 tvingaði hann Eysturríki at leggja saman við Týsklandi, og árið eftir tók hann fyrst landslutin Sudetaland í Kekkoslovakia. Seinni varð restin av Kekkia lagt undir Týskland, meðan Slovakia varð gjørt til sjálvstøðugt land. Bretland og Frakland róku eftirlætispolitikk, ið gav Hitler frið at gera hetta. 1. sept. 1939 leyp Hitler á Pólland. Frammanundan hevði hann gjørt sáttmála við Stalin um at býta Pólland teirra millum. Pólland hevði stóran her, men hann var ov illa útgjørdur og ov illa skipaður at standa seg ímóti týskarum. Hitler væntaði ikki, at Bretland og Frakland vildu koma Póllandi til hjálpar, men 3. sept. 1939 sendu tey Týsklandi krígsavbjóðing. Týskarar lupu á við stríðsvognadeildum og øðrum brynjaðum akførum, sum tóku seg langt inn í fíggindalandið. Í hølunum á teimum komu gonguherliðini, ið kringsettu stórar deildir av fíggindaherinum; álopsdeildirnar fingu stuðul frá stríðsflogførum. Hesin álopsháttur varð nevndur "«Blitzkrieg»" ella snarkríggj, og einki helt fyri týskarum í fyrstuni. Pólland gav seg undir seinast í september í 1939. Árið eftir leyp Hitler á Noreg og Danmørk í 9. apríl, og um somu tíð tók Bretland Føroyar og Ísland. Ein mánað seinni leyp Hitler á Niðurlond, Belgia og Frakland. Um miðjan juni 1940 høvdu øll hesi londini givið seg undir. Bretland var einsamalt eftir. Hitler ætlaði at gera innrás í Bretlandi í 1940, og frá juli til september gjørdi hann áhaldandi loftálop á skip, flogvøllir, havnir og býir til tess at "lemja" bretska flogvápnið, Royal Air Force). Tað var nógv verri mannað enn týska flogvápnið Luftwaffe, men skeyt tvey týsk flogfør niður fyri hvørt bretskt flogfar, ið fórst, og noyddi Hitler at sleppa innrásini. Beint fyri at Frakland gav seg undir, tóku bretskar og franskar herdeildir seg aftur til strondina við Dunkerque í Belgia, eftir tað at tær har vórðu vorðnar avbyrgdar í týska álopinum. Gjørt varð av at flyta tær um Ermarsund til Onglands. Hvørt einasta bretskt far varð nýtt at flyta 200 000 bretskar og 120 000 franskar hermenn í um sundið. Um alt Evropa vórðu húski spjadd í allar ættir, og mangar milliónir gjørdust flóttafólk. Í Bretlandi vórðu børnini flutt úr býunum. Í juni 1941 høvdu ásarveldini (Týskland og Italia) tikið Jugoslavia, Albania og Grikkaland og noytt Rumenia, Ungarn og Bulgaria at hjálpa sær. Og 22. juni leyp Týskland við allari megi á Sovjetsamveldið, hóast teirra ikki-álopssáttmála. Í september kringsettu týskar herdeildir Leningrad (nú St. Pætursborg), men megnaðu ongantíð at taka býin. Álopið steðgaði í desember, stutt frá Moskva, av harða vetrinum og russisku mótálopunum. Á fyrsta sinni vóru týskarar fyri øgiligum tapum. USA kemur uppí. Samstundis lupu japanar á Pearl Harbour. Japan hevði ikki sent USA krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á Pearl Harbor í Hawaii, sum var týdningarmesta herflotahavnin hjá USA í Kyrrahavinum. Fimm amerikonsk slagskip og 15 onnur skip vórðu søkt ella oyðiløgd. Beint eftir sendu Týskland og Italia USA krígsavbjóðing. Japan tók skjótt alt Landsynningsásia og hótti Avstralia og India. Í 1940 hevði bardagin breitt seg til Norðurafrika, har italskar herdeildir í Libya lupu á Egyptaland, sum var undir bretskum yvirvaldi. Bretar róku italsku herdeildirnar aftur, og tað hevði við sær, at týskarar komu italiamonnum til hjálpar. Við Rommel herovasta á odda róku týskarar bretar aftur til Egyptalands. Bardagin stóð við, til bretskar herdeildir við Montgomery á odda vunnu avgerandi sigur í bardaganum við El Alamein í Egyptalandi í oktober-november 1942. Eftir tað tóku Montgomery og menn hansara seg skjótt tvørtur um Libya at sameina seg við amerikanskar og bretskar herdeildir, sum vóru farnar í land í Algeria og Marokko. Herurin hjá ásaveldunum varð avbyrgdur ímillum herar teirra sameindu og legði vápnini í mai 1943. Í 1941 gjørdist Erwin Rommel (1891-1944) hægstur fyri týska herinum í Afrika. Hann gjørdist alt atfinningarsamari ímóti Hitleri og evnum hans at stíla fyri krígnum, og í 1944 stuðlaði hann samansvørjing ímóti Hitleri. Í november 1942 høvdu Týskland og Italia tikið ræðið í meginpartinum í Evropa. Tað stóð nógv á Bretlandi og Sovjetsamveldinum, til USA kom upp í bardagan saman við teimum seinast í 1941. Bardagin í Evropa gjørdi, at bretsk, fronsk og niðurlendsk hjálond í Asia og Kyrrahavi onga verju høvdu. Japanar lótu tað ikki fara aftur við borðinum, og í 1941 og 1942 tóku teir nógv lond og nógvar oyggjar í Kyrrahavi. Framgongdin hjá teimum sameindu á sjónavgerandi sigrar við Korallhav og við Midwayoy, báðir í 1942. Holocaust. Árið 1943 gjørdist vanlagnuár fyri týskarar á næstan øllum hermótum, og tróttugu bumbuálopini á týskar býir og ídnaðarøki høvdu við sær, at teir viknaðu. Kortini hildu teir fram sum ongantíð áður at pína og myrða fangar í týningarlegunum í Týsklandi og í evropeisku londunum, teir høvdu hersett. Har sótu politiskir fangar úr øllum Evropa, og har vórðu jødar og aðrir fangar hóptýndir. Týningarlegurnar vóru miðdepil í nazistisku ætlanunum at týna jødarnar. Fleiri milliónir jødar vórðu noyddir at gera trælaarbeiði í týningarlegunum, har teir vórðu svøltaðir, píndir og at enda dripnir í gasskømrunum. Týskarar tóku pólska høvuðsstaðin Warszawa í 1939. Jødarnir vórðu noyddir at búgva í einum lítlum býlingi í býnum, og hvønn dag gjørdu nazistarnir seg inn á teir. Í 1943 gjørdu jødarnir í Warszawa uppreistur ímóti týskarum. Næstan allir 40 000 jødarnir í býlinginum vórðu dripnir. Kríggið endar. Í 1944 fóru týskarar at missa takið í Evropa. Sameinda innrásin í evropeiska meginlandið kom 6. juni í 1944, tá ið amerikanskar, bretskar, kanadiskar og aðrar herdeildir gjørdu landgongd á strondina í Normandínum undir amerikanska herovastanum Dwight D. Eisenhower. Eftir harðar bardagar fingu teir fótin fastan og brutu seg ígjøgnum týsku verndarvirkini. Meðan teir sameindu tóku seg fram í bardaganum, fingu teir dyggan stuðul frá mótstøðurørslunum í til dømis Belgia, Kekkoslovakia, Grikkalandi, Jugoslavia, Póllandi og handan hermótið í Sovjetsamveldinum. Í august gjørdu sameindar herdeildir landgongd í Suðurfraklandi og tóku seg norðureftir. Ein mánað seinni var næstan alt Frakland frælst. Í apríl 1945 høvdu herdeildirnar vestaneftir tikið seg so langt inn í Týskland, at tær møttu sovjetisku herdeildunum, ið komu eystaneftir. Týskland var fallið. Í 1943 broyttist gongdin í Kyrrahavi, tá ið amerikanskar herdeildir tóku aftur nakrar oyggjar, og í 1944 tóku amerikanarar og bretar Filipsoyggjar og Burma aftur frá japanarum. Tíðliga í 1945 tóku amerikanarar japonsku oyggjarnar Iwojima og Okinawa. Hin 6. august tveitti eitt amerikanskt bumbuflogfar fyrstu kjarnorkubumbuna niður yvir japanska býin Hiroshima, og 80 000 menniskju lótu lív. Hitin frá spreingingini oyðilegði hús 7 km í radius úr spreingideplinum. Tríggir dagar seinni var aftur ein kjarnorkubumba tveitt, hesa ferð yvir Nagasaki. Harafturat sendi Sovjetsamveldið Japan krígsavbjóðing, og hetta noyddi Hirohito keisara at geva seg undir. 15. august 1945 løgdu japanarar vápnini. Annar heimsbardagi var av. Eftir kríggið. Týskland gav seg treytaleyst undir teir sameindu 8. mai 1945. Eitt eftirlitsráð undir herovastunum hjá teimum trimum sterkastu sigursveldunum Eisenhower (USA), Montgomery (Bretland) og Sjukov (Sovjetsamveldið) tók valdið í Týsklandi. Týskland varð síðan býtt í fýra hersetingarøki, og USA, Bretland, Frakland og Sovjetsamveldið stýrdu hvør sínum øki. Ráðstevna í Potsdam í juli skuldi gera av framtíð Týsklands. Týski høvuðsstaðurin Berlin var fullkomiliga oyðilagdur, tá ið týskarar løgdu vápnini. Hitler hevði beint fyri sær í stjórnarskýli sínum. Sovjetisku herdeildirnar hersettu eystara part í Týsklandi, og USA, Bretland og Frakland hersettu vestara part. Berlin, ið er í eystara parti, varð býttur ímillum tey fýra sameindu veldini. Skjótt sást, at mótsetningarnir ímillum kommunistiska Sovjetsamveldið og vestanveldini var ógvuliga stórur. Í november 1945 vórðu 21 av fremstu nazistisku oddamonnunum drignir fyri ein altjóða dómstól í Núrnberg í Týsklandi. Ákærurnar ímóti hvørjum einstakum vóru eitt ella fleiri av hesum málum: Krígssamansvørjing, krígsbrotsverk, brot á friðaravtalu og brotsverk ímóti mannaættini. Rættarmál vóru eisini ímóti nøkrum øðrum nazistaovastum afturat, helst ovastum í týningarlegunum og heryvirmonnum har. 11 av teimum 21 nazistunum vórðu dømdir til deyða og hongdir í Núrnberg. Aðrir fingu drúgva fongsulsrevsing, og bara tríggir vórðu fríkendir. Mangir nazistiskir krígsbrotsmenn flýddu. Annar heimsbardagi kravdi um 50 milliónir mannalív. Sovjetsamveldið misti flest fólk - einar 20 milliónir (tíggju % av sovjetiska fólkinum). Fleiri milliónir sivilfólk doyðu í loftálopum og minst 10 milliónir í nazistisku týningarlegunum, av teimum vóru seks milliónir jødar. Uppaftur fleiri vórðu særd og gjørdust kryplingar bæði til likams og sálar ella mistu hús og heim og gjørdust flóttafólk. Kríggið her heima. Annar heimsbardagi broytti fullkomiliga Føroya støðu politiskt og búskaparliga. Týskarar hersettu Danmark, og Føroyar vórðu hersettar av bretum, ið onkuntíð høvdu um 8000 hermenn her. Fleiri hundrað ára gamla sambandið við Danmark var nú púra kvett. Politiskar broytingar vóru neyðugar. Bráðfeingisstýrisskipan varð gjørd. Føroyar vórðu stýrdar av løgtingi og amtmanni í felag. Føroyska flaggið varð viðurkent. Búskaparligu broytingarnar vóru eisini stórar. Føroyski skipaflotin gavst í stóran mun at fiska og sigldi í staðin við ísfiski millum Íslands og Bretlands. Av tí sera lítla útboðnum á marknaðinum fleirfaldaðust prísirnir. Teir, ið sigldu við, vunnu gylt av pengum, og reiðararnir enn meir. Men sigling á krígshøvunum var vandafull, og 205 føroyingar lótu lív á krígsvøllum og vanlukkum á føroyskum og útlendskum skipum. At fiskurin ikki bleiv fiskaður og arbeiddur umborð og ikki kom upp á land í Føroyum til víðari virkingar, bar við sær stórt arbeiðsloysi. Bretska virksemið hjálpti tó nakað upp á tað. Bretar høvdu flotahavn á Skálafjørðinum og floghavn í Vágum. Sí eisini bretska hersetingin í Føroyum. Frælsur ítróttur. Frælsur ítróttur er savnihugtak fyri fleiri ítróttagreinir, m.a. kúluvarp, hæddarlop og renning. Renning (ítróttur). Renning er ítróttargrein innan frælsan ítrótt. Í Føroyum gerast alt fleiri fólk rennarar, og á fleiri merkisdøgum verður skipað fyri rennikappingum, eitt nú Flaggdagsrenning og Ólavsøkurenning. Jóansøka. Skrúðgonga á Jóansøku í Vági 2012 við luttøku av skótunum og lokalum ítróttarfólki Jóansøka (á donskum "Sankt Hans") er høgtíð á miðsumri, 24. juni. Jóansøka eitur eftir Jóhannesi Doyparanum í Bíbliuni. Sambært Lukasar evangelium kap. 1, v. 36 var Jóhannes 6 mánaðir eldri enn Jesus, og soleiðis er føðingardagurin ásettur til 24. juni. Í grannalondum okkara, eitt nú í Danmark, er siður at brenna bál á jóansøku - og ofta er bálið prýtt við eini dukku, ið skal ímynda eina heks. Hesin siður at brenna bál hevur uppurnaliga til endamáls at styggja tað ónda burtur. Við eini "heks" á bálinum er hetta gjørt meira ítøkiligt. Siðurin at brenna jóansøkubál er nýggjur í Føroyum, men hevur í hvussu er verið vanligur seinnu árini - sum eitt hugnaligt og sosialt tiltak eitt góðveðurskvøld. At stevna verður hildin í Suðuroynni er ikki so gamal siður; tað var í 1923, at suðringar avgjørdu at halda ólavsøku á Tvøroyri. Møguliga komst hetta av, at arbeiðsgevarum ikki dámdi, at stórur partur av arbeiðsstyrkini rýmdi til Havnar í fleiri dagar á hvørjum ári. Árið eftir, í 1924, broyttist tíðspunktið fyri stevnuni kortini til síðst í juni, samstundis sum danir halda Skt. Hans. Jóansøka verður hildin sum bygdastevna í Suðuroy 24. juni ella nærmasta vikuskifti beint eftir 24. juni. Vanliga er jóansøkan seinasta vikuskifti í juni. Eins og fleiri av hinum summarstevnunum í Føroyum er kappróður ein týðandi partur av stevnuni. Stevnan verður hildin annaðhvørt ár í Vági (makað árstal) og annað hvørt ár á Tvøroyri (stakt árstal). Vanligt er, at nýfloygdar pisur fara á jóansøku at hátíðarhalda prógvið og annars vera saman eina seinastu ferð. Pisufundur plagar eisini at vera fríggjadagin á jóansøku. Í 2006 varð fyrsti Jóansøkufestivalurin hildin, tað var tónleikatiltak á jóansøku. Seinastu árini hevur hann tó bert verið hildin á Tvøroyri. Pisa (studentur). Orðið pisa verður brúkt um nýklaktan student, t.v.s. ein sum hevur gingið í studentaskúla í 3 ár og lokið studentsprógv. Jóansøkufestivalurin. Jóansøkufestivalurin varð á fyrsta sinni hildin á Jóansøku 2006 í Vági. Festivalurin var tá aftursvar upp á tónleikafestivalin Mjús á Sandi, sum í 2005 varð hildin fyrstu ferð, júst á Jóansøku. Fyri at Jóansøkan ikki skuldi missa ov nógvar stevnugestir til Mjús valdu suðringar so at skipa fyri sínum egna tónleikafestivali. Í 2007 varð hesin tónleikafestivalur hildin á Tvøroyri, men í 2008, tá Jóansøkan var í Vági, bleiv ongin tónleikafestivalur hildin. Árið eftir, í 2009, tá Jóansøkan var á Tvøroyri, var Jóansøkufestivalin aftur, hesaferð niðri á Havnalagnum við Seglloftið. Mjús. Tónleikafestivalurin Mjús varð fyrstu ferð hildin á Sandi um jóansøkuleitið í 2005. Árið eftir varð festivalurin endurtikin. Slóðir úteftir. Mjús Summarfestivalurin. Summarfestivalurin er ein føroyskur tónleikafestivalur, sum varð hildin fyrstu ferð í Klaksvík í 2004. Steintór Rasmussen var ein av stigtakarunum til henda festivalin, og samskipaði hann at byrja við. Tað er ein festivalnevnd, ið tekur sær av at skipa fyri Summarfestivalinum. Festivalurin verður hildin fyrsta vikuskifti í august. Í 2012 verður festivalurin hildin 2. - 4. august. Eitt av høvuðsnøvnunum er danski tónleikabólkurin TV-2. Summarfestivalurin er ofta vælumtóktur hjá familjum at fara til, meðan G-Festivalurin í Gøtu er best umtóktur millum tey ungu. Festivalnevndin skipar saman við Kunningarstovuni í Klaksvík fyri kamping, har fólk kunnu gista í kampingvognum teirra ella í teltum, sum tey sjálvi hava við. Sjálv konsertin verður hildin á Vágsbøi í Klaksvík. Slóðir úteftir. Summarfestivalurin Sálomonoyggjarnar. Sálomonoyggjarnar eru oyggjabólkur í Oseania í Kyrrahavinum, eystan fyri Papua Ný Guinea og í ein útnyrðing úr Vanuatu. Miðallívsævin í landinum er 73,69 ár. Søga. Fólkið á Sálomonsoyggjum livdi í samfeløgum og vóru saman um alt. Tey vildu ikki vita av fremmandafólki, sum tey hildu hava ilt í kvittanum. Oyggjabólkurin varð 2. apríl 2007 raktur av stórari flóðaldu, sum stóðst av einum jarðskjálvta, ið vísti 8,2 á Richterstiganum. Jarðskjálvti. Sálomonoyggjarnar eru í einum sera virknum jarðskjálvtaøki. Ein jarðskjálvti við Sálomonoyggjarnar 1. apríl í 2007 var so harður, at ávaringarstøðirnar í økinum settu í gongd eina tsunamiávaring fyri stórar partar av útsynningsøkinum í Kyrrahavinum, Sálomonoyggjarnar, Papua Ný Guinea, Avstralia og Nýsæland. Jarðskjálvtin varð máldur at vera 8,2 á Richterstiganum. Jarðskjálvtin elvdi til eina tsunamialdu, sum skolaði inn yvir fleiri av Sálomonoyggjunum og Papua Ný Guinea. Fólk á staðnum boðaðu frá, at aldan var fleiri metrar høg summa staðni. Ávaringar um tsunami vóru sendar út fáar minuttir eftir hendingina, men tsunamialdan skolaði inn yvir Sálomonoyggjarnar so skjótt, at tey nærmastu fólkini náddu ikki at fáa hesar ávaringar. Tey kendu ristingarnar frá jarðskjálvtanum og megnaðu at bjarga lívinum við at flýggja niðan í brekkurnar. Politikkur. Sálomonoyggjarnar eru limir í ST, WTO og The Commonwealth. Ararat. a>, við Ararats fjalli í baksyni. Ararat (turkiskt: "Ağrı Dağı", kurdiskt: "Çîyayê Agirî"; armenskt Մասիս / "Masis" ella Արարատ / "Ararat").) er fjallið, har Nóa sambært Bíbliuni fann land aftur aftan á syndaflóðina. Bíblian. Bíblian, Halgabók, er heimsins viðgitnasta bók. Bíblian er savn av heilagu skriftum jødanna og teirra kristnu. Kristna Bíblian er týdd til væl fleiri enn 2.400 ymisk mál. Í Bíbliuni eru 66 bøkur. Tær eru býttar upp í kapittul og vers, soleiðis tað er lættari og einfaldari at leita í henni. Orðið, "biblia", er grikskt og merkir bókasavn. Í Bíbliuni eru Gamla Testamenti, ið er í høvuðsheitum grundað á halgitekstir jødanna, og umframt tað er Nýggja Testamenti, ið er halgitekstir teirra kristnu. Tulkingar av tekstunum og Bíbliuni eru ymisar. Í nýggjari tíð er tað vorðið vanligari, at tulka bíbliusøgurnar sum myndamál ella tulkar tær sum frambornar í myndum og samanberingum, hóast fleiri tulka søgur bókstavliga. Bíblian hevur verið íblástur fyri fleiri listafólk, sum til dømis Michaelangelo. Tað eru fleiri kirkjur við málningum, glasbrotamyndum og telgdum lutum, ið viðgera bíblisk evni. Harumframt hava fleiri rithøvundar skrivað um evni í Bíbliuni. Bíbliutýðingar. Í 5. øld varð Bíblian týdd til latín, og í nógv hundrað ár var bíbliumálið latín. Aftan á trúbótina í Miðevropa varð Bíblian týdd til alskyns mál, og aðrar týðingar enn tann latínska vórðu tiknar í nýtslu. Til dømis kom týska týðingin eftir Martin Luther út í 1534. Í 1550 kom fyrsta danska týðingin. Tó vardi leingi, áðrenn Bíblian varð týdd til føroyskt og í fleiri hundrað ár var kirkjumál føroyinga danskt. Schrøter. Duvistunar tougu Kolur suinar, men tougu issje Luisi vi seâr. Men teâr vidiu tougu Luisi vi seâr ui Kjærun suinun attureât Kolun taira. Tær, ið dárar vóru, tóku víst lampur sínar, men tóku onga olju við sær. Men hinar klóku tóku olju í íløt síni saman við lampunum. Tí at hinar óhygnu tóku lampur sínar, men tóku onga olju við sær; men hinar hygnu tóku olju við í konnum sínum aftrat lompum sínum. Umsetingin hjá Schrøter er, hóast hon ongantíð varð nýtt, eitt, vegna fonetiska skriftmálið, áhugavert innlit í málsligu støðuna í Føroyum fyrst í 19. øld. Danielsen, Dahl og Viderø. Tað eru tvær fullfíggjaðar, føroyskar umsetingar av Bíbliuni, aðra hevur Victori Danielsen (1894-1961) gjørt, og hina hava Jákupi Dahl (1878-1944) og Kristiani Osvald Viderø (1906-1991) gjørt. Umsetingarnar vórðu fullfíggjaðar ávikavist í 1949 og 1961. Tær verða í høvðusheitum brúktar í brøðrasamkomuni (týðingin hjá Victor Danielsen) og fólkakirkjuni og hennara undirbólkum, so sum heimamissiónini (týðingin hjá Dahl og Viderø). Umsetingin hjá Danielsen var ikki úr frummálunum, grikskum og hebraiskum, men úr ymiskum evropeiskum málum (so sum týskum, enskum og teimum norðurlendsku málunum), meðan tann hjá Dahl og Viderø var úr frummálunum. Vanliga verður mett, at umsetingin hjá Danielsen er tann lættara at lesa av báðum umsetingunum. Endaliga arbeiðsbýtið ímillum Dahl og Viderø var, at Viderø umsetti Sálmarnar, Orðtøkini, Prædikaran, Jobsbók 1-23, Esaias 7,10-15; 9,6-7; 11,1-10; 12; 24,1-9; 40,1-8; 53; 55,6-7; 60,1-6. Dahl umsetti Nýggja Testamentið og annars tað, sum ikki er at finna í listanum hjá umsetingum Viderøs omanfyri. Joensen. Hans Jacob Joensen (1938), fyrrverandi bispur, er í løtuni í ferð við at umseta Bíbliuna av nýggjum. Mál hansara er at gera eina økumeniska umseting, sum allir kristnir bólkar í Føroyum kunnu semjast um at brúka. Hetta hugskot hava allar samkomur tikið ímóti uttan brøðrasamkoman. Højgaard. Sjúrður Højgaard er farin í holt við at týða ensku King James Bíbliuna til føroyskt, tí sambært honum eru hinar týðingarnar eftir ávikavist Victor Danielsen og Jákup Dahl/Kristian í Gerðabrekku skeivar ella hava týðandi villur í umsetingini og orðavalinum. Higartil hevur Sjúrður týtt Nýggja Testamenti og verið víða um í Føroyum og lagt tvey eintøk av sínum týðingum í hvønn postkassa. Í Amerika er ein stór King Jamesrørsla, har kirkjur, samkomur og einstaklingar einans nýta King James Bíbliuna og ongar aðrar týðingar, hóast King James Bíblian ikki er skrivað á samtíðarenskum máli og er frá fyrst í 17. øld. Bøkurnar í Bíbliuni. Hesi eru heitini av bókunum í Bíbliuni, soleiðis sum tær eru nevndar í umseting Victor Danielsens. Bíblian er býtt í tveir høvuðspartar: Gamla Testamenti (heilaga skrift jødanna) og Nýggja Testamenti, skrivað í 1. øld við ápostlunum sum heimildarmonnum. Bíblian er samansett av 66 einstøkum bókum, 39 í Gamla Testamenti og 27 í Nýggja Testamenti. Koranin. Koranin (arábiskt القرآن‎ "al-qur'ān", ið merkir "upplesturin"), er heilaga skriftin hjá muhammedsmonnum. Muhammedsmenn ella muslimar trúgva, at Koranin er opinbering, ið Muhammed profetur fekk frá Guði (Allah) umvegis eingilin Gabriel í árunum 609 til deyða sín í 632. Koranin er upprunaliga skrivað á fornarábiskum máli, ólíkt nútíðararábiskum máli, við stórari ávirkan úr fornum arábiskum bygdarmálum í norður Saudiarábia. Munurin á málunum kann berast saman við gamalt spanskt mál og nútíðarspanskt mál, ella láglatín og nútíðar latínsk mál (franskt, portugiskiskt mál, o.s.fr.). Hóast arábiska málið í Koranini er torført at týða, m.a. tí at orð hava ymiskar týdningar alt eftir samanhangi, var Koranin í 2010 týdd til 112 mál, flestu teirra afrikonsk, ásiatisk og evropeisk mál. Tó biðja allir muslimar á arábiskum og upprunaliga Koranin er best umtókt millum muslimar, millum annað tí muslimar trúgva, at upprunaliga Koranin er orðarøtt og eins og Guð mælti hana til Muhammed. Koranin hevur fleiri søgur í felag við Bíbliuna og Toruna við smáum munum. Harumframt eru til dømis Ísakur, Jesus og Elia profetar í Koranini. Tó trúgva muslimar, at Muhammed profetur er allarsíðsti profetur í røðini av mongum. Koranin kallar kristin og jødar "bókarinnar fólk", men muslimar halda, at Bíblian og Toran eru villeiddar og spiltar. Muslimar. Muslimar er heitið ið verður nýtt um fólk, sum hoyra til trúnna Islam. Umleið 1.57 mia. fólk í heiminum kalla seg fyri muslim, sambært kanningini "Mapping the Global Muslim Population." Hetta talið er umleið 20 prosent av øllum heimsborgarum. Muslimar eru í 2 høvuðsbólkum, Sunni (uml. 90 %) og Shia (uml. 10 %). Gamla Testamenti. Gamla Testamenti er tann parturin av Bíbliuni, sum snýr seg um tíðina áðrenn Jesu føðing. Tekstirnir í Gamla Testamenti vórðu til í tíðini 1300-150 f.Kr. Teir fyrstu vórðu skrivaðir, meðan jødar vóru í útlegd í Bábylon. Tær heilagu bøkurnar í Gamla Testamenti. Bíblian byrjar við Mósebókunum, sum eru fimm í tali. Tann fyrsta bókin sigur okkum um skapanina, og hon endar við deyða Jósefs. Í hinum fýra bókunum stendur søga ísraelsmanna, frá tí at Móses var føddur, og til hann doyði. Jósvabókin sigur okkum um Jósva, hvussu ísraelsmenn komu inn í Kánáanland. Dómarabókin sigur frá dómarunum inntil Eli. Rutarbók sigur søguna um Rut, ættarmóður Dávids. Báðar Sámuelsbøkurnar siga frá Eli og Sámueli, dómarunum báðum, og frá kongunum, Sáuli og Dávidi. Tvær kongabøkur siga frá seinastu døgum Dávids til útlegdina í Bábylon. Tvær Krýnikubøkur eru frásagnir um ættarlið; síðan siga tær tað sama sum Kongubøkurnar. Ezrabókin og Nehemiabókin siga frá heimkomuni úr Bábylon. Ezterarbókin sigur frá einari jødiskari gentu, sum verður drotning Áhasverusar (Kserkesar), kongin í Persaríki. Jobsbókin sigur okkum um ein sera tolnan mann, sum eitur Job. Hon lærir okkum at taka alt av Guds hond. Sálmarnir, sum koma aftan á Jobsbók, eru andligir sangir. Dávid hevur yrkt nógvar av teimum. Orðtøkini, Prædikaran og Hásongin hevur Sálomon skrivað partar av. At enda koma Harmljóðini og bøkurnar hjá profetetunum: 4 stórar og 12 smáar. Profetabøkurnar hava nógvar spádómar, lærdómar og áminningar. Everton F.C.. Everton F.C. er eitt enskt fótbóltsfelag, sum spælir í Premier League. Felagið varð stovnað í 1878 og varð tá nevnt "St Domingo's F.C.". Everton hevur heimavøll á Goodison Park í Liverpool, teir hava havt heimavøll har síðan 1892. Litirnir á heimavølli eru kongablátt og hvítt. Everton eigur metið fyri at hava spælt longst í bestu ensku fótbóltsdeildini, 110 ferðir (dagført í mai 2013). Teir hava vunnið enska meistaraheitið 9 ferðir. Sigurð Joensen. Sigurð Joensen (27. apríl 1911 - 1. oktober 1993) var ættaður frá Gjógv og føroyskur rithøvundur. Fleiri av børnum og abbabørnum hansara hava gjørt seg galdandi innan føroyskt mál, skriving, sjónleik og gransking. M.o. Turið Sigurðardóttir, Sigri M. Gaïni og Firouz Gaïni. Frá 1941 til 1945 var hann blaðstjóri á Búgvanum. Í 1948 var hann við til at stovna Tjóðveldisflokkin saman við Erlendur Patursson, Jákup í Jákupsstovu og Hanus við Høgadalsá. Frá 1958 til 1970 var hann løgtingsmaður fyri Tjóðveldi. Jákup Veyhe. a>, her sum havnarmaðurin Kalle. Jóansøka 2011. Jákup Veyhe (føddur 6. mai 1970) er sjálvlærdur. Hann hevur fingist við sjónleik og film síðan umleið 1990. Hann hevur egið lýsingarvirki og hevur javnan leiklutir í skemtiligum lýsingum fyri ymiskar fyritøkur, eitt nú tryggingum og flogferðum. Jákup gjørdist kendur um allar Føroyar, tá hann saman við Sjúrði Skaale gjørdi skemtisendingarnar Pipar & Salt. Síðani hevur hann millum annað starvast við at gjørt lýsingar, og seinast saman við Jan Berg Jørgensen gjørt filmverkstaðin Klippfisk. Jákup hevur eisini gjørt sjónleikin "skeyk" saman við Gunnar Hoydal. Keldur. Veyhe, Jákup Veyhe, Jákup Sjúrður Skaale. Sjúrður Skaale (f. 8. mars 1967 í Havn), útbúgvin bachelor (BA) í Stjórnmálafrøði, skemtari, sangari og politikari. Harumframt hevur hann verið tíðindamaður. Sjúrður er sonur Jóannes og Óluvá Skaale. Hann er giftur við Súsonnu O. Skaale. Politikarin Sjúrður Skaale. Sjúrður er virkin innan føroyskan og danskan politikk. Hann varð valdur á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi í 2008 og sat har til 2011. Hann var limur í Løgtinsins Mentanarnevnd. Sjúrður var eisini varalimur til Fólkatingið 2007-2011 og møtti fast fyri Høgna Hoydal frá 19. februar 2007 til 8. september 2008. Eftir nakað av skriving í bløðunum, har hann og formaður floksins, Høgni Hoydal, ikki drógu somu línu viðvíkjandi stjórnarskipanini, tók hann seg úr flokkinum í 2011. Hann var leysgangari í nakrir mánaðir, síðan meldaði hann seg inn í Javnaðarflokkin og stillaði upp fyri Javnaðarflokkin til Fólkatingsvalið sum var 15. september 2011. Hann gjørdist toppskorari fyri flokkin við 1539 atkvøðum og varð valdur á Fólkating, sum annað av føroysku umboðunum. Hann er formaður fyri Fólkatinsins Føroyanevnd (Færøudvalg), limur í delegatiónini til Norðurlandaráðið og varalimur í Fólkatingsins Uttanríkisnevnd. Hann bleiv valdur aftur á Fólkating í juni 2015 við 2.495 atkvøðum. Í 2019 vann hann sessin í Fólkatinginum triðja ferð á rað. Hann fekk 3.331 persónligar atkvøður. Skemtarin Sjúrður Skaale. Sjúrður og Skaale framførir her konseptið Pipar & Salt saman við Jákupi Veyhe á Jóansøku 2011, tá teir gjørdu eitt væleydnað "come back". Sjúrður er kendur fyri at hava gjørt skemtisendingarnar Pipar & Salt saman við vinmanninum Jákupi Veyhe og hevur eisini gjørt skemtirøðina 'E Elski Førjar'. Jan Berg Jørgensen. Jan Berg Jørgensen (føddur 19. mars 1971) gjørdi saman við Jákupi Veyhe filmskúlan Klippfisk. Hann starvast dagliga á samskiftisfyritøkuni Sendistovuni og undirvísir í fakinum Filmur og Sjónvarp í Hoydølum. Jan hevur lisið enskt í Odense og films- og miðlavísindi í Keypmannahavn. Eitt skifti búði hann í Belfast. Saman við Jákup Veyhe syngur hann sangin For lekkur til prixið. Jan er fyrrverandi fótbóltsleikari. Hann hevur umboða NSÍ, ÍF, AB, Fram og FC Hoyvík. Klippfisk (skúli). Klippfisk er film- og videoverkstaður í Havn, stovnaður av Jákupi Veyhe og Jan Berg Jørgensen í 2005. Klippfisk var stovnað fyri at virka fyri m.a. at fáa films- og videoumstøður til vega og at virka fyri at reka ein filmsverkstað. Frá byrjan av hevur Tórshavnar kommuna stuðlað virkseminum við árligum rakstrarstuðli til at keypa útgerð, hýst virkseminum o.a. Klippfisk skipar hvørt ár fyri filmsskúlanum Nóllywood í Nólsoy, ið er fyri ung millum 14 og 18 ár. Endamál. Endamálið hjá Klippfisk er at virka fyri framhaldandi menning av einum filmsvakstrarumhvørvi fyri filmsspírar. Klippfisk lænir eisini filmsútgerð, høli til filmsklipping og veitir ráðgeving. Agurk (sending). Agurk var ein føroysk sjónvarpssending, har amatørar kundu senda inn filmar. Agurk skipaði javnan fyri kappingum við ymiskum evni. Pipar & Salt. Pipar og Salt, Jákup Veyhe til vinstru og Sjúrður Skaale til høgru Pipar & Salt er heitið á skemtisendingum, sum vinmenninir Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale hava gjørt seinastu árini. Eisini hava verið live-framførslur í Norðurlandahúsinum og aðra staðni í Føroyum. Eftir at Sjúrður Skaale fór uppí politikk og varð varldur inn á Føroya Løgting, hildu teir báðir pausu við felags undirhaldi teirra "Pipar og Salt". Jákup Veyhe helt tó fram einsamallur at skemtast. Í 2011 fór Sjúrður Skaale burturúr Tjóðveldi og stutta tíð seinni, á Jóansøku á Tvøroyri 26. juni 2011, fóru teir aftur á pall at framføra teirra skemt undir heitinum "Pipar og Salt". Tjaldið á kaiini á Tvøroyri var fult av fólki. Seinni framførdu teir so aftur fyri fullsettum húsi í Norðurlandahúsinum í Havn. Toskur. Toskur (frøðiheiti - "Gadus") Toskur er báðumegin Atlantshav. Í Barentshavinum frá Novaja Semlja og Svalbarði til Jan Mayen og suður til Biskeiavíkina. Í Eystarasalti, donskum sjógvi, í Norðsjónum, undir Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Frá Nýfundland og Labrador til Norðurcarolina. Toskur verður upp í 180-200 cm, valgrønur um bakið og síðurnar, settur við tøttum, dimmum, gráligum ella brúnligumblettum. Undir búkinum er hann ljósur, hvítur ella gráhvítur. Men eisini aðrar litir hevur hann, t.d. dimmbrúnur (flotfiskur), reyðbrúnur (í taranum). Strikan er hvít/ gráhvít. Toskur hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar, ið allar eru nakað avrundaðar í skapi. Strikan er nakað bogin yvir uggafjøðurini. Hann er klænur um klingruna, og sterturin er beinur aftan. Hann hevur yvirbit. Finnan er líka long sum eygnatvørmátið. Gotið er undir fremra enda á mittastu ryggfjøðurini. Kjaftklovin kemur aftur undir fremru trom á eygnasteininum. Toskur er virðismikil fiskur og verður nógv veiddur. Sameindu Tjóðir. ST-teknið er eitt veraldarkort, kransað við oljubløðum. Hetta er gamalt friðartekin. Limalondini í ST. Nú á døgum eru næstan øll sjálvstøðug lond í heiminum limir í ST. Sameindu Tjóðir er týdningarmesti altjóða felagskapurin í heimskipanini. ST er stytting fyri Sameindu Tjóðir. Á donskum kallast felagsskapurin "Forenede Nationer" (FN), á enskum "United Nations" (UN) og á fronskum "Organisation des Nations Unies" (ONU). Alheimsfelagsskapurin Sameindu Tjóða er ein felagsskapur, ið arbeiðir fyri at beina burtur mismun millum tjóðir, millum fólkasløg, millum borgarar og millum ymsar samfelagsbólkar. Felagsskapurin virkar fyri javnbjóðis rættindum fyri øll. Stovnurin Sameindu Tjóðir varð stovnaður fyri at forða fyri fleiri kríggjum sum Fyrra- og Seinna heimsbardaga. Sameindu Tjóðir vórðu settar á stovn í 1945, beint eftir Seinna heimsbardaga. Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í Sameindu Tjóðum, men eru partur av danska limaskapinum. Hóast Føroyar ikki eru stjálvstøðugur limur, so hava tó atlimaskap í felagsskapum, sum eru knýttir at ST. Næstan øll fullveldislond eru í ST, har tey samstarva og samráðast um øll heimsins viðurskifti. Í 2013 eru 193 lond limir í ST. Vatikanríkið og Palestina hava eygleiðarastøðu. Sameindu Tjóðir er ein millumtjóða felagsskapur, og meginreglan er, at bara fullveldislond kunnu verða limir. Dømi eru tó um lond uttan fullveldi, sum hava verið limir. Hvítarussland og Ukreina vóru limir í ST, hóast tey vóru partur av Sovjetsamveldinum undir Kalda krígnum. Hildið verður, at Sovjetsamveldið kravdi at fáa størri vald í ST, og at hetta varð gjørt við at geva Sovjetlýðveldunum Hvítarusslandi og Ukreina status sum ST-limir og harvið fullan atkvøðurætt. ST hevur fýra aðalmál: at verja friðin og trygdina í heiminum, eggja londunum til rættvísi, at stuðla og menna samstarvið landanna millum og at virka sum stovnur, har londini í heiminum kunnu samstarva til tess at røkka hesum málum. Øll limalond taka undir við grundsjónarmiðunum um, at allar ósemjur teirra millum skulu verða loystar friðarliga, og at tey skulu ikki fara við hørðum ímóti øðrum londum uttan í sjálvverju. Søga. ST-borgin er í 39 hæddum (kjallarin er 4 hæddir), og her heldur Aðalnevndin til. ST stovnaður. Tá ið Fyrri heimsbardagi var av, stovnaðu londini, ið vunnu, í 1919 ein millumtjóða felagsskap, Fólkasamgonguna (FS), at tryggja friðin. Men hesin felagsskapur hevði einki at siga, tá ið Japan leyp á Kina í 1931, og tá ið Italia leyp á Etiopia í 1935. Tá Seinni heimsbardagi brast á, varð hildið, at ein av orsøkunum til kríggið var, at Fólkasamgongan hevði ikki nóg stórt vald til at forða fyri stórkríggi. Tá ið Seinni heimsbardagi var av í 1945, gjørdu teir sameindu av - t.e. tey londini, sum høvdu barst ímóti Týskland, Japan og Italia - at alt skuldi gerast, at stórbardagi ikki verða aftur. Teir settu á stovn Sameindu Tjóðirnar (ST) og skrivaðu sáttmála, sum skuldi tryggja frið og semju millum øll heimsins lond. "Vit fólkasløg Sameindu Tjóða hava avgjørt at bjarga komandi ættarliðum frá plágu krígsins, sum tvær ferðir í okkara livitíð hevur givið mannaættini ósigandi lýðing". Hetta er fyrsti setningurin í stovningarsáttmála Sameindu Tjóða, sum 50 lond skrivaðu undir 26. juni í 1945. Skipanin tók lutvíst støði í Fólkasamgonguni, men varð bygd á onnur virðir. Fólkasamgongan bygdi á rættvísi, ST harafturímóti varð grundað á trygd og støðufesti. Vónin var at fáa frið og virðing fyri mannarættindum við at stegða kríggi, fátækradømi, sjúku, analfabetismu og umhvørvisoyðilegging. Menningararbeiði. UNESCO, UNICEF, WFP og WHO hava gjørt vala arbeiði í Afrika. Í stórum pørtum av Afrika var fólkið plágað av herviligum sjúkum, til dømis malaria, sum malariaflugan ber við sær. WHO sendir fólk til Afrika við drepandi flugueituri at spræna út yvir teir víðu vøllir, har sum malariaflugan heldur til. Á sama hátt runna teir eisini út aðrar sjúkur, eitt nú sovisjúkuna. Sovisjúkan verður borin frá manni til mans av eini flugu, sum eitur tsetse-flugan. Verður henda flugan útruddað, hvørvur sovisjúkan. Fyrr vóru nógvar bygdir, har helmingurin av bygdarfólkinum var óarbeiðsførur av hesum sjúkum. Tá ið fólkini hava fingið heilsuna og eru arbeiðsfør aftur, batna lívilíkindini munandi. Tað er ikki bara fólkið, sum sjúkan rámar, hon rámar eisini neytini. Tað hevur tí verið ómøguligt at hava neyt, har sum hesar smittuberandi flugur hava livað, og veldug landaøkir hava ligið oyðin við fólk og fæ. Fleiri staðir eru fólk sjúk, tí tey fáa ov einstáttaðan mat og koma soleiðis at tróta nøkur evni, sum kroppurin tørvar. Tí er WHO farin at læra hesi fólkini at dyrka aðrar matplantur og hjálpa teimum at selja nakað av teimum matplantum, sum tey heysta, so at tey kunnu keypa nakað av øðrum mati í staðin fyri. Ein annar ST-stovnur, WFP, tekur sær av børnunum og roynir at fáa teimum góðan og gagnandi mat, so at tey kunnu fáa gott í beinini. Í summum støðum er tað ikki nóg mikið at grøða tey sjúku. Sjúkurnar koma aftur, tí vatnið, sum tey drekka og hava til matgerð, er fult av eitrandi bakterium. UNICEF ger megnararbeiði at útvega børnum heilivág fyri teim verstu barnasjúkum. UNESCO hjálpir eisini teimum afrikansku londunum at fáa útbúgvið teimum lærarar og at fáa teimum góðar skúlabøkur til vega. Teir senda lærarar úr ymsum londum at halda skúla fyri afrikanskum børnum. Mannarættindi. Høvuðsendamálið við yvirlýsingini um mannarættindini er at geva øllum møguleika at liva trygt uttan ágang. Sameindu Tjóðir er eisini ein mannarættindafelagsskapur, sum er grundaður á Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi frá 1948. Tá ST varð sett á stovn, vórðu limalondini samd um, at tað var neyðugt at gera avtalur, sum skuldu verja heimsins íbúgvar. Hetta førdi til Mannarættindayvirlýsingina hjá ST, sum varð samtykt í 1948. Hendan yvirlýsing var slóðbrótandi, tí við henni staðfestu heimsins tjóðir, at øll menniskju hava rætt til frælsi og virðing. Men limalondini vóru ikki noydd at halda yvirlýsingina. Tí varð neyðugt við einum millumtjóða sáttmála. Ein slíkur sáttmáli bindur einstaka landið til at halda tað, sum samtykt verður. Tað tók ST langa tíð at finna fram til ein sáttmála, sum londini kundu semjast um. Semja var millum annað ikki um, hvat mannarættindi í grundini eru. Rættindini vóru tí býtt sundur í tveir sáttmálar. Tann fyrri snýr seg um sosial, búskaparlig og mentanarlig rættindi, tann seinni um borgarlig og politisk rættindi. 35 lond undirskrivaðu sáttmálarnir í 1976. Í 2013 hava nógv fleiri undirskrivað. Vit hava í Føroyum samtykt 7 ymiskar ST mannarættindasáttmálar: Semingina um borgarlig og politisk rættindi, semingina um búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi, kvinnurrættindasáttmálan, sáttmálan móti mismuni vegna rasu, barnarættindasáttmálan, sáttmálan móti nýtslu av tortur og sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Mannarættindi eru universel tvs. at tey eiga at vera ein íborðin rættur hjá øllum menniskjum, og tey eru ómissandi. Mannarættindi eru sostatt ikki nakað, sum er okkum givið av eini stjórn ella øðrum landi. ST-yvirlýsingin um mannarættindi fevnir um viðtøkur, sum skulu tryggja rættindi hjá øllum menniskjum. Grundleggjandi mannarættindi eru rætturin til frælsi, lív og javnlíkindi. At sleppa at liva er týdningarmesti mannarættur. Rættindi hjá samkyndum eru tí eisini mannarættindi - Sudan, Jemen, Móritania, Iran, Somalia, Nigeria og Saudiarábia hava t.d. deyðarevsing í verk fyri samkyndleiki. Friðarherur. ST hevur ikki egnan her, men friðarvarveitandi herlið, sum eru mannað við hermonnum úr limalondunum. ST-hermenn verða settir inn millum stríðandi partar, til dømis fyri at stegða bardøgum, meðan friðarsamráðingar fara fram. Viðhvørt verður heitt á ST um at senda friðarherlið til eitt land, har ófriður er. Í 1989 vórðu herlið send til Namibia í syðra parti í Afrika at kanna valið, tá ið Namibia fekk fullveldi. Eftir at Kalda kríggið var av, er ST vorðið alsamt virknari í royndunum at loysa altjóða ósemjur. Á sumri í 2013 var ST til dømis við í 15 altjóða stríðum. Til samanberingar var ST við í til saman 19 stríðum alt tíðarskeiðið 1945 til 1985. Krígsdómstólar. Í 1993 setti ST á stovn ein krígsbrotsmannadómstól, sum skuldi handtaka og rættarsøkja krígsbrotsmenn úr krígnum í fyrrverandi Jugoslavia, í 1994 var krígsbrotsmannadómstólurin fyri Ruanda settur á stovn. Og í 1998 varð Altjóða Krígsbrotsmannadómstólurin í Haag (ICC) stovnaður. Hesin kundi handtaka og rættarsøkja krígsbrotsmenn úr øllum heiminum. Strangasti dómur, sum dómstólurin kann áseta, er lívslong fongsulsrevsing. Skipan. Øll limalondini eiga sess á aðalfundinum. Stórur partur av arbeiðinum hjá ST verður gjørt á ymsum serstovnum. Til dømis eru Millumtjóða-arbeiðarastovnurin ILO, Heimsheilsustovnurin WHO og Menningarstovnurin UNDP. Trygdarráðið og Aðalfundurin hava fundir sínar í høvuðsborgini í New York City í USA. Eisini nógvir serstovnar hava skrivstovur her. Politikarar og stjórnarovastar úr øllum heimsins londum koma á hvørjum ári til New York at halda røðu í ST. Stórur partur av øllum altjóða samstarvi fer umvegis ST ella ein av stovnunum í sonevndu ST-familjuni, og stovningarsáttmáli Sameindu Tjóða (á enskum "Charter of the United Nations") verður mettur sum eitt slag av stjórnarskipan fyri allan heimin. ST er skipað í seks høvuðsstovnar: Aðalfundur Sameindu Tjóða, Trygdarráðið, Búskapar- og Almannaráðið, Aðalskrivarin, Altjóða Dómstólurin og Tilsjónarráðið. Harumframt eru fleiri sjálvstøðugir stovnar, sum hoyra til ST-familjuna, t.d. UNICEF, Heimsbankin og UNESCO. Høvuðsstovnar. Av størstum týdningi eru Trygdarráðið, Búskapar- og Almannamálaráðið og Millumtjóða Dómstólurin, umframt teir nógvu undirstovnarnar. Felagsskapir. Umframt hesar hevur ST aðrar 30 undirstovnar, sum hvør virkar á sínum øki. UNESCO. Flaggið hjá UNESCO. Felagsskapurin fór til verka í 1946, og í dag eru 195 limalond og 8 atlimalond. Felagsskapur ST fyri undirvísing, vísindum og mentan (á enskum: "United Nations Educational, Scientific and Cultural Organization", stytt UNESCO) er ein serstovnur undir Sameindu Tjóðum, stovnaður í 1946. Endamálið við felagskapinum er at menna útbúgving, gransking og mentan og at fremja samstarv millum tey 195 limalondini og teir 8 atlimirnar, ið eru Føroyar, Curaçao, Aruba, Jomfrúoyggjar, Caymanoyggjar, Makao, Niðurlendsku Antillurnar og Tokelau. Føroyar fingu atlimaskap í 2009. Atlimaskapur gevur øll tey somu rættindi sum limaskapur. Limalondini skipa seg við hvør síni UNESCO nevnd. Fyrsta føroyska UNESCO nevndin varð skipað í mai 2012. UNESCO tekur sær millum annað av at meta um, hvørji pláss í heiminum skulu fáa status sum "World Heritage Sites" (heimsarvur). Limalond UNESCO samtyktu í 1972 millumtjóðasáttmálan um at verja heimsins mentanar- og náttúruarv. Orsøkin er vandin fyri, at náttúruøki, fornfrøðilig minnismerki og mentanarvirði forfarast orsakað av ferðafólkavinnu, dálking, kríggi ella vanligari órøkt. Ilulissat. Ilulissat (danskt navn: Jakobshavn) er ein býur í Grønlandi. Býurin er Vesturgrønlandi í Diskovíkini 2 km norðanfyri munnan á Ilulissat Ísafjørðinum. Ilulissat varð í 2004 upptikið sum evni á listanum yvir World Heritage Sites. Ilulissat er eitt einastandandi dømi um ein ísfjørð. Býurin hevur eina stóra havn, flogvøll og tyrlupall. Um veturin brúka tey hundasletur og kavaskutarar til ferðasamband í nærumhvørvinum. Ferðavinna er ein týdningarmikil vinna og inntøkukelda fyri býin, annars er fiskivinna tann størsta vinnan. Um summarið rógva teir út við smærri bátum ella jollum, men um veturin er sjógvurin frystur til ís, og tá verður fiskað gjøgnum ísin. Býurin liggur norðan fyri polarringin, og um summarið fer sólin ikki niður. Í 2006 vóru eini 3-4000 sletuhundar í Ilulissat, fólkatalið í býnum er umleið 4.500 (2011). Marokko. Marokko (arabiskt: المغرب; berbaramál (tamazight): ⵜⴰⴳⵍⴷⵉⵜ ⵏ ⵍⵎⵖⵔⵉⴱ) er í Útnyrðingsafrika. Landið hevur landamørk til Vestursahara og Algeria. Strandarlinjan er til Atlantshavið fyri vestan og Miðjarðarhavið fyri norðan. Søga. Berberfólkið var upprunafólkið í Útnyrðingsafrika. Berberfólkið tók við muslimskari trúgv, tá ið arábar løgdu Norðurafrika undir seg í 7. øld. Summi berberfólk vóru flakkfólk, summi vóru bøndur. Í Marokko byrjaði ein bólkur av ógvuliga gudsrøknum berberum heilagt kríggj at umvenda grannatjóðir sínar til gudrøknar muslimar. Teir bygdu sær høvuðsstað í Marrakech, sum gjørdist av størstu býum í Norðurafrika. Langar og breiðar gøtur við sølubúðum, ella "basarum", sum teir nevndu tað, vórðu til í Marrakech, tí at handilsmenn komu hagar við vøru úr øllum almoravitaríkinum. Gøturnar í býnum uddu í handilsmonnum og trælum teirra, gøtuseljarum, tænarum, biddarum og handverkarum. Herovastin hjá berberum Abu Bakr stóð á odda fyri einum heri av viðhaldsmonnum, kallaðir "almoravitar", ið fór suðureftir og gjørdi innrás í Gana. Í 1076 tóku teir høvuðsstaðin Kumbi. Systinabarn Bakrs Yusuf ibn Tasjfin vaks um Almoravitaveldið og legði alt Norðurafrika undir seg og helt síðan leiðina fram til Spania, har hann vann sigur á kristnum herdeildum, sum hóttu sponsku muslimarnar. Í 1100 var alt tað muslimska Spania lagt afturat Almoravitaríkinum. Almoravitaríkið í Norðurafrika og Suðurspania stóð ikki leingi. Í 1120-árunum kyknaði ein onnur átrúnaðarlig berberrørsla, almohatar, í Marokko. Teir løgdu almoravitarnar í Spania undir at liva í marglæti. Oddamaður teirra Ibn Tumart savnaði teir í sterkan her. Við Abd al-Mumin kaliffi á odda tóku teir Marrakech frá almoravitum í 1147, og seinni løgdu teir undir seg Marokko og muslimska partin í Spania. Í 1163 hevði Abd al-Mumin fingið valdið yvir meginpartinum Norðurafrika eystur at Libya. Almohatar ráddu í Spania í eini 60 ár, men í 1212 máttu teir lúta fyri Alfonso 8. í bardagnum við Las Navas de Tolosa. Spania hevði síðan 16. øld havt tvær støðir á strondini við Miðjarðarhav. Tær vóru grundin til, at partur í Marokko gjørdist spanskt varðland í 1912; eftir tað tóku spaniamenn seg inn í Riffjøll fyri sunnan. Har fingu teir mótstøðu frá berbum, sum búðu í Rif. Við Mohammed Abd-el-Krim á odda vunnu berbar á einari spanskari herdeild við Anual í 1921, og teir tóku tveir havnabýir, so at teir kunda útvega sær vápn og aðra hernaðarútgerð. Ikki fyrr enn berbar lupu á franska varðlandið í Marokko, eydnaðist fronskum og sponskum herdeildum í felag at vinna á teimum í 1925. Til 1956 var Marokko franskt hjáland, og hevur hetta við sær, at nógvir marokkanarar duga franskt. Marokkanskur tjóðardagur er 2. mars, til minnis um loysingina frá Fraklandi. Í 1976 hersetti Marokko tveir triðingar av Vestursahara, og Móritania hersetti tann seinasta triðingin. Tá Móritania tók seg aftur í 1979, hersetti Marokko alt Vestursahara. Í spanska borgarakrígnum hersetti Franco Marokko. Fólkið. Fólkið er samansett av arabarum og berbarum. Mál. Umframt almenna málið arabiskt duga nógvir marokkanar franskt, hetta er ein leivd frá hjálandatíðini.Berbarnir tosa málið berber, ið ikki líkist arabiskum. Lógloysi. Danska Louisa Vesterager Jespersen og norska Maren Uelande vórðu mánadagin 17. des. 2018 funnar dripnar í tjaldi teirra í einum væl umtóktum ferðafólkaøki nærhendis bygdini Imlil í Atlasfjøllunum. Gerningsmenninir skulu hava tætt samband við IS yvirgangsfelagsskapin. Kvinnurnar vóru á vallaraferð um jólini, og vóru farnar til gongu uttan ferðaleiðara. Drápsmenninir filmaðu illgerðina. Istanbul. Istanbul (á turkiskum "İstanbul") er størsti býurin og týdningarmesti havnabýur Turkalands. Hann var høvuðsstaður landsins, til Ankara gjørdist høvuðsstaður í 1923. Býurin hevur fyrr itið Konstantinopel og áðrenn tað Byzans - hesi nøvn eru ofta brúkt í søguligum keldum. Istanbul er sermerktur á tann hátt, at hann er bæði í Evropa og Asia. Tað almenna fólkatalið í Istanbul er knappar 17 milliónir, men harafturat eru nógv túsund fólk, sum ikki eru skrásett nakrastaðni. Landafrøði. Istanbul er einasti býur í heiminum, sum er í tveimum heimspørtum. Bosporussund skilur býin sundur í ein evropeiskan og ein ásiatiskan part. Nógvar brýr eru um sundið. Mentan. Í Istanbul renna saman gamalt og nýtt, eysturlendskt og vesturlendskt, fagrar moskur og stórir fátækrabýlingar, ið alsamt vaksa. Evra. Gjaldoyrað evra ella euro (symbol € ella "EUR") er seinnu árini innført í nógvum av ES-limalondunum. Danmark er ikki við í gjaldoyrasamstarvinum, men danska krónan er kortini sterkt tengd at evruni - kursurin liggur altíð og ridlar um 7,45 DKK fyri eina EUR. Í løtuni eru 18 lond við í evruøkinum ("Euro Area" ella "Eurozone"). Afturat teimum nýta fimm lond evruna sambært formligum avtalum, teirra millum San Marino, Monako og Vatikanið umframt oyggjalondini Saint-Pierre og Miquelon og Mayotte, seks lond nýta evruna uttan formligar avtalur, teirra millum Montenegro, Andorra, Kosovo og fleiri oyggjalond, afturat teimum eru minst ellivu gjaldoyru knýtt at evruni. Søgan. Í 1979 fekst felags gjaldoyra, tá ið avroknast skuldi fyri landbúnaðarvørur. Hetta gjaldoyrað fekk navnið "ecu", sum er European Curreny Unit (ella á føroyskum: "evropeisk gjaldoyraeind"). Samstundis er ecu eisini navnið á fronskum mynti úr miðøldini. Tann 1. januar 1999 kom í gildi nýtt felags ES-gjaldoyra, sum verður nevnt "evra", uppkallað eftir heimspartinum. Sum. Sum (1997) er fyrsta útgávan hjá tónleikabólkinum. Hon er útgivin av TUTL. Tutl. a> tók stig til at stovna Tutl í 1977. Tutl-bussurin á mentanarstevnu í Sumba í juni 2013. Tutl (TUTL) er eitt føroysk plátufelag, sum varð sett á stovn í 1977. Plátufelagið hevur heimstað í Havn og hevur ein handil, sum selur tónleikaútgávurnar hjá felagnum, handilin liggur á Káta Horninum í Havn. Av og á eru útgávukonsertir inni í handlinum. Tað eru føroyskir tónleikarar og tónasmiðir, ið eiga Tutl. Tað var tónleikarin og tónasmiðurin Kristian Blak, ið tók stig til at stovna Tutl, og stendur hann enn fyri felagnum. Tutl hevur útgivið nógvar fløgur, plátur og kasettubond hjá føroyskum artistum og tónleikabólkum, umleið 100 ymiskir einstaklingar innan føroyskan tónleik hava fingið tónleik teirra útgivnan av Tutl. 50. útgávan var ein fløga við Mariu Guttesen. Maria Guttesen. Maria Guttesen er føroysk songkvinna búsitandi í Danmark. Hon hevur verið við í sendingini Room Service hjá Mik Schack. Maria byrjaði tónleika leiðina sum 11 ára gomul, tá hon sang við á fløguni "Hjørdis og genturnar" í 1977. Maria flutti niður til Århus at búgva sum 20 ára gomul. Hon las tónleik á Det Jyske Musikkonservatorium í Århus í tíðarskeiðnum 1996-2001. Slóðir úteftir. Guttesen, Maria Páskaregg. Rulla páskaregg. Tað er føroyskur siður at rulla páskaregg annan páskadag. Hartkókað egg, sum ofta eru málað ella á annan hátt prýdd, verða rullað oman bakkan, til tey brotna, og síðani eiga tey at verða etin. Tað gerst tó alt vanligari, at eggini ikki verða etin. Tá koma átufreku likkurnar ístaðin. Í Havn eru Gamla Hoyvíkin, Hoydalar og KFUK-bøurin (í Varðagøtu) populer støð at rulla páskaregg. Ein sangur er gjørdur um at rulla páskaregg, hann eitur heilt einfalt "Rulla páskaregg". Annar páskadagur. a> siður at rulla páskaregg annan páskadag. Annar páskadagur er dagurin eftir páskadag. Annað páskakvøld er stórt dansikvøld - hetta kemst av, at upprunaliga varð ikki dansað í føstu, og tí var annað páskakvøld fyrsta kvøldið, har fólk aftur sluppu at dansa. Dagurin er mánadagurin eftir páskir. Rulla páskaregg. Tað er føroyskur siður at rulla páskaregg annan páskadag. Hartkókað egg, sum ofta eru málað ella á annan hátt prýdd, verða rullað oman bakkan, til tey brotna, og síðani eiga tey at verða etin. Tað gerst tó alt vanligari, at eggini ikki verða etin. Flest børn gleða seg til henda hugnaliga páskasiðin, at mála egg, fyri síðani at rulla egg úti í náttúruni saman við foreldrunum og vinum. Men tað er tó ein lítil vandi við at rulla páskaregg. Salmonella kann vera uttan á skalinum og inni í egginum. Alexander Fleming. Alexander Fleming (6. august 1881 – 11. mars 1955) vaks upp á einum skotskum garði, næstyngstur av 8 systkjum. Við arvaðum peningi hevði hann ráð til læknalestur, sum hann byrjaði uppá í 1901. Undir Fyrra heimsbardaga upplivdi hann trupulleikarnar við at lekja bruna hjá særdum hermonnum, og hann ynskti at framleiða ein heilivág við sama góða virkningi sum Salvarsan. Hetta eydnaðist honum, og í 1945 fekk Fleming saman við vísindamonnunum Florey og Chain Nobelheiðurslønina fyri at hava avdúkað grøðandi virkningin av penicillini. Tá Fleming í 1953 fekk lungnabruna, hjálptist hann sjálvur av penicillininum. Salvarsan. Salvarsan (Arsfenamin) var morfinheilivágur, sum undir Fyrra heimsbardaga var einasti heilivágur sum hjálpti særdum og doyggjandi sjúklingum. Heilvágurin varð brúktur til at viðgera syfilis við. Penicillin. Penicillin varð í 1928 uppdagað sum antibiotiskur heilivágur móti bruna. Penicillin varð upprunaliga framleitt frá blámusoppinum (hýgginum) penicillium, men nú á døgunum verður tað framleitt syntetiskt. Tað vóru Alexander Fleming, Howard Walter Florey og Boris Chain, sum gjørdu hetta risa framstig innan læknavísind. Penicillin er uppbygt sum á myndini til høgru. Ymiskir bólkar kunnu sita á staðnum merkt við R og harvið fáa vit tey ymisku sløgini av penicillini. Penicillin virkar við at forða bakterium í at byggja sín kyknuvegg. Hetta hendur við at penicillin bindur til ensymið transpeptidase, sum hevur til uppgávu at byggja skrástívarar í kyknuvegginum, og hetta førir við sær, at veggurin viknar og kyknan doyr. Søgan um penicillinið. Árið 1928, var árið, har penicillinið varð uppdagað. Tað var tann skotski læknin, og seinni eisini professari í bakteriologi, Alexander Fleming, ið var uppdagarin. Mátin Alexander Fleming uppdagaði penicillinið uppá, var øgiliga tilvildarligur og heldigur. Arbeiðsborðið hjá Fleming var nemliga óruddiligt, og hevði hann tí sett sær fyri, at hann skuldi rudda tað. Í tí, at hann ruddar borðið, finnur hann fram til eina royndarskál, sum hann hevði gjørt royndir við, og sum hann bara hevði latið ligið á sínum arbeiðsborðið. Í royndarskálini sær hann ein blámusopp, sum hann síðani byrjar at gera royndir við. Hann fann fram til, at svampurin æt Penicillium chrysogenum. Seinni gevur Fleming svampinum navnið Penicillin. Fleming kemur ongan veg við kanningunum við penicillininum, so hann leggur tað frá sær í eina tíð. Í hesari tíðini vóru tað nakrar kanningarstovur, ið vóru áhugaðar í tí nýggja evninum, og spurdu Fleming, um tey kundu fáa royndir av penicillininum. Í 1938 gjørdu tveir menn sær fyri, at teir vildu kanna evnið, sum Alexander Fleming í 1928 uppdagaði. Tann eini var tann avstralski patologurin, Howard Walter Florey, og hin var tann týski jødiski biokemikarin, Ernst Boris Chain. Hesir menninir gingu báðir á universitetinum í Oxford í Onglandi. Hesir báðir, Florey og Chain, høvdu sum sagt sett sær fyri at kanna penicillinið nærri, og eftir fleiri ymiskum væl eydnaðum royndum við djórum, fóru teir, tá ið teir høvdu nokk av penicillini, so smátt í holt við at royna penicillinið á menniskjum. Í 1941 fóru Florey og Chain til Amerika, har teir fingu hjálp til at framleiga penicillin í størri mongdum. Eftir intensiva gransking, vóru síðstu neyðugu klinisku royndirnar á menniskju gjørdar í 1943, og eftir hettar verður penicillinið brúkt uppá hermenn, ið vórðu skaddir undir 2. heimsbardaga. Skaðar og sjúkur, ið hermenn undir 1. heimsbardaga doyðu av, kundu nú lekjast av penicillini! Í 1945 kundu enskir læknar viðgera tað vanliga fólki við penicillin. Nú kundu øll fáa ágóðan av tí. So um tey vóru smittaði við bakteriellari infektión, kundu tey fáa penicillin sum viðger. Hetta bleiv ein stórhending! Sama ár, 10. desembur 1945, fingu teir tríggir, Fleming, Florey og Chain, Nobelprísin í fysiologi og medicini, handaðan av tí svenska konginum í Konserthúsinum í Stockholm. Prísurin tá í tíðini var umleið 150.000 svenskar krónar, meðan prísurin í dag er umleið 10 millónir krónir. Prísin fingu teir fyri tað stóra arbeiðið við penicillininum. Í dag er tað soleiðis, at vit skulu til lækna fyri at staðfesta bakteriella infektión fyri at fáa útflýggjað penicillin við resept. Hetta er galdandi í flest øllum londunum rundanum okkum. Men soleiðis er ikki allastaðni. Vansin vit standa við í dag, er, at aðrastaðni í heiminum kanst tú fáa penicillin sum handkeyp í lokalum matvøruhandlum. Okkum nytist ikki, at fara longur vekk enn til til dømis Turkaland ella Spania. Hesin vansin hevur við sær, at bakteriurnar skjótari blíva resistentar, og tískil er vandin at penicillinið ikki hjálpir, tá ið vit hava tað fyri neyðini. Í hesum sambandi, ávara læknar rundan um okkum ímóti at brúka penicillin sum best ber til. Telefon í Føroyum. Tað var Ólavur Bóndi á Heygum í Vestmanna, sum fíggjaði og legði ta fyrstu telefonlinjuna í Føroyum. Hann skrivaði longu í 1901 til løgtingið um tann týdning, telefonin vildi hava fyri føroyska samfelagið. Hann vísti á, at ein linja millum Vestmanna og Havn kundi vera til stóra nyttu, av tí at Vestmanna var góð skipahavn, og at ein telefonlinja kundi menna fiskivinnuna. Brævið lætst ikki gera inntrykk á løgtingið, og tá tað almenna ikki vildi taka stig til eina telefonlinju, søkti Ólavur bóndi sjálvur tingið um serloyvi til at leggja telefonlinjuna. Málið varð viðgjørt av fimmmannanevnd, har tríggir tóku undir við at geva loyvið við tí treyt, at danski staturin kundi taka loyvið aftur, og linja hansara gerast partur av einum eventuellum seinni almennum telefonkervi. Fyrsta føroyska telefonlinjan kom sostatt í 1905, og káplini lógu í luftini. Kostnaðurin var 28 281,14 krónur. Í 1906 søkti Ólavur um loyvi til at gera eitt telefonnet, sum skuldi dekka allar Føroyar, men sama ár samtykti løgtingið sjálvt at fara undir eina landsfevnandi útbygging, og Ólavur tók umsókn sína aftur. Fyrstu føroysku hús við telefonsambandi vóru í Geil (Havn), hjá Hans Bærentsen bónda (Sund), hjá Óla Kristian Debess bónda (Oyrareingir), hjá Óla Jacobsen (Kvívík) og á Heygum (Vestmanna). Í 1906 varð kaðal lagdur á land í Sandagerði í Havn, og harvið var eisini telegrafsamband við útheimin. Sama ár fór Telefonverk Føroya Løgtings at avgreiða telefonsamrøður í Føroyum. Automattelefon. Miðskeiðis í 1970-árunum var komið so langt áleiðis, at automattelefonin varð innførd, og tað ikki longur var neyðugt við umstillingsborðum og telefonstøð í hvørjari bygd. Í 1976 varð automatstøðin í Nesvík tikin í nýtslu, hetta automatiseraði telefonsambandið við Áir, í Hvalvík, Streymnesi, Saksun, Svínáum, á Langasandi, Oyri, Oyrarbakka og Norðskála. Fair Isle (teknikkur). Fair Isle er ein siðbundin binditeknikkur, har man kann binda mynstur við nógvum litum. Teknikkurin er uppkallaður eftir Fair Isle, eini hetlendskari oyggj, sum liggur í ein beinan sunnan úr Sumburgh Head. Fair Isle Knitting gjørdist kent og modernað millum fólk, tá prinsurin av Wales (seinni Edward VIII) brúkti Fair Isle-troyggjur alment í 1921. Siðbundin Fair Isle-mynstur eru samansett av umleið fimm litum, og bert tveimum á hvørjum stokki. Valborgarmessa. Valborgarmessa er 1. mai. Dagurin eitur eftir einari "Valborg", ið var borin í heim í Wessex í Onglandi ár 710 og doyði 25. februar 779. Hon var kosin halgimenni 1. mai 779, og hesin dagur er minnisdagur hennara í Norðurlondum. Í katólsku kirkjuni er tað tó deyðsdagur hennara, 25. februar, ið verður minnisdagur. Møguliga er upprunin til dagin ein várfagnaður, sum í víkingatíð hevur verið hildin umleið 25. februar. Dagurin verður so helst fyrst knýttur at deyðsdegi Valborgar, og eftir at hon er kosin halgimenni 1. mai, flytur fagnurin til henda dag. Í Svøríki verður dagurin hildin sum studentadagur, og í Finnlandi verður dagurin hildin við fagnaði, ið svarar til nýggjársaftan. Krossmessa. Krossmessa er 3. mai. Dagurin hevur upprunaliga verið hildin til minnis um, at Helena, móðir Konstantin Stóra, keisara, fann 3 krossar í Jerúsalem í ár 326. Sagt verður, at tjaldur hevur fult reiður á krossmessu. Halvarðsøka. Halvarðsøka er 15. mai. Halvarðsøka er til minnis um norska halgimennið Hallvarð, føddur uml. 1020, ið varð dripin henda dag í 1043 við Drammenfjørðin, tá hann royndi at hjálpa eini kvinnu, ið varð løgd undir stuldur. Hesin Hallvarð var stórbóndasonur, og mamman var systkinabarn Ólav Halga. Hallvarð gjørdist verndarhalgimenni fyri Oslo, og kirkja varð bygd honum til minnis í Oslo, St. Hallvardskirkjan, har hann var skrínlagdur, tá kirkjan var vígd i 1130. Sagt verður, at ternan kemur á halvarðsøku. William Gibson Sloan. William Gibson Sloan, 73 ár til aldurs. William Gibson Sloan ("Gamli Sloan") var borin í heim 4. september 1838 í Dalry í North Ayrshire, Skotlandi. Foreldur hansara vóru Nathanael og Elisabeth Sloane (Sloan), sum búðu í býarpartinum Bridgend í Dalry. William gjørdist upprunaliga trúboðari, útsendur av The Religious Tract and Book Society of Scotland, í Hetlandi og Orkney. Meðan hann var í Hetlandi fór Sloan at halda seg afturat baptistasamkomuni í Lerwick, og hann varð doyptur í 1864 í Lerwick. Hóast hetta gjørdist hann ongantíð baptistur sjálvur. Hann fann ongan skilnað millum trúgvandi í skriftini; men var sannførdur um, at tað fanst bara ein samkoma, "samkoma Guds". Tað var við hesi sannføring at hann, eftir at hava hoyrt um Føroyar frá hetlendskum sjómonnum, kendi Guds kall at koma til Føroya sum evangelistur í 1865. Hóast lítið sást til úrslit av evangeliska arbeiði Sloans tey nógvu fyrstu árini, so "gav Gud vøkst" í ríkt mát við tíðini, og Brøðrasamkomurnar vuksu. Nú hoyra uml. 12% av øllum føroyingum til hesar samkomur. 4. september 1914 andaðist William Sloan á sínum 76 ára føðingardegi í heimi sínum í Tórshavn. Familja. 11. oktober 1881 giftist William Sloan í Glasgow Elsebeth Isaksen (Elspa) í Geil, sum tá var 24 ára gomul. William og Elspa Sloan fingu seks børn: Poul (f. 1882), Elisabeth (Betty) (f. 1887), Archibald (f. 1890), Cathrine (f. 1892), Anna Elisabeth (f. 1895) og Andrew (f. 1896). Elspa sat einkja til hon doyði 4. juni 1939. Útvortis ávísing. Sloan, William Gibson Sloan, William Gibson Dalry. Dalry (skotskt gæliskt: "Dail Ruighe"), er býur í North Ayrshire í Skotlandi við 5 398 íbúgvar (2001). Statiónsbýur á jarnbreytini millum Glasgow og Prestwick. Dalry er føðibýur William Sloans, ið stovnaði Brøðrasamkomuni í Føroyum. Glasgow. Glasgow ("Glaschu" á Gæliskum; ella "Glesca/Glesga" á Skotskum (Scots)) er størsti býur í Skotlandi, 1,2 mió. íbúgvar (við forstøðum). Prestwick. Prestwick er býur í South Ayrshire, Skotlandi. Fólkatalið í býnum er umleið 14.934 og liggur við útsynningsstrond Skotlands umleið 50 km í ein útsynning av Glasgow. Býurin er eitt nú kendur fyri flogvøllin, Prestwick Airport. Prestwick var tann fyrsti heimstaðurin fyri golfkappingina "Open Golf Championship", ið varð hildin á Prestwick Old Course frá 1860 til 1872. Dublin. Dublin (írskt "Baile Átha Cliath", "bygdin við forðandi vaðið") er høvuðsstaður og størsti býur í Írsku republikkini. Býurin liggur miðskeiðis á eysturstrond Írlands, við munnan á ánni Liffey. Hann er grundlagdur av víkingum og hevur verið høvuðsstaður Írlands síðan miðøldina. Fólkatalið er 505 739 (2006), við forstøðum 1 186 159 (2006). Írskt mál. Írskt ("Gaeilge" ella "An Ghaeilge", Enskt: "Irish") er eitt Goideliskt (Gæliskt) mál nærskyldt við Skotskt gæliskt og Manskt, sum tosað er í Írlandi. Írskt verður framvegis tosað í smáum enklavum, serliga í Connacht, har vesturi í Írlandi. Økini har írskt framvegis verður tosað verða nevnd Gaeltachtaí (eint. Gaeltacht), og fólkini verða nevnd "Gaeilgeoirí" (orðarætt "eldhugað írskmælt fólk"). Írskt mál er, saman við eingilskum, alment mál í Írlandi, og tvungin lærugrein í øllum almennum fólkaskúlum í Írsku Republikkini. Prosentvísa útbreiðslan av teimum ið siga seg duga írskt mál, sambært eini fólkateljing í 2011 Søga. Írskt mál er fyrst skjalaprógvað við Ogham áskriftum frá fjóðru øld e.Kr., og verður hetta málið kallað frumírskt. Hesar áskriftir eru funnar kring alt Írland og á vesturstrondini av Stórabretlandi. Frumírskt broytist til fornírskt gjøgnum 5. øld. Fornírskt nýtti frá 6. øld latínska stavraðið, og upptók eisini nógv latínsk orð, serliga orð ið høvdu við kirkjumálið at gera. Í 10. øld hevði fornírskt útviklað seg til miðírskt, ið varð tosað í Írlandi, Skotlandi og á oynni Mann. Frá 12. øld fór miðírskt í teimum trimum londunum at broytast til tey lokalu málini, írskt, skotskt gæliskt og manskt. Írskmælt fólk uppá øki í 1871 Írskt Skriftmál. "Høvuðsgrein: Írskt skriftmál" Tað írska skriftmálið gongur aftur til klassikst írskt, frá tíðarskeiðnum 1100-1600. Hóast ein skriftmálsbroyting (reformur) kom í seinna helmingi av 1940'unum, sum viðførdi eina nútímansgerðing av skriftmálinum, so byggir tað framvegis (eins og føroyskt) á upprunafrøði, tvs. tað er framvegis stórur munur á talumáli og skriftmáli, eins og í føroyskum. Málføri. Írskt hevur í dag tríggjar høvuðsdialektir (málføri) hvørs geografiska útbreiðsla stórt sæð fylgir teim trimum landslutunum; Munster, Connacht og Ulster. Dialektin í tí fjórða landslutinum, Leinster, doyði út í 20. Øld, men bandupptøkur vórðu gjørdar av henni í árunum 1928 og 1931. Seinasti persónur ið tosaði Leinsterdialekt doyði í 1960. Gaeltacht. Smærri øki finnast eisini í Mayo "(Contae Mhaigh Eo)", Meath "(Contae na Mí)", Waterford "(Contae Phort Láirge)", og Cork "(Contae Chorcaí)". Gweedore "(Gaoth Dobhair)" í County Donegal er størsta Gaeltacht sóknin í Írlandi. Gaeltacht, írsk-mæltu økini í Írlandi í dag Goidelisk mál. Goidelisku málini (oftast kallað Gælisku málini, ella við felagsheitinum Gæliskt), er felagsheiti fyri upprunamálini í Írlandi, á Isle of Man og stórum pørtum av Skotlandi. Hetta eru tey sokallaðu Q-keltisku málini. Hoyra saman við Brythonisku málunum, tey sokallaðu P-keltisku málunum, til Keltisku málættina. Grein um Goideliskt, (Gæliskt) finst á enskum; vel "English" vinstrumegin Sí eisini Írskt, Skotskt gæliskt og Manskt. Skotskt mál. Øki har skotskt enn varð tosað í 20'du øld Skotskt mál, (Scots) Angelsaxiskt (Germanskt) tungumál, sum verður tosað í pørtum av Skotlandi og av protestantum í Norðurírlandi (Ulster Scots). Nær skylt við enskt og verður ofta roknað sum ein dialekt av enskum. Ikki at blanda við skotskt gæliskt. Ulster (í Norðurírlandi) Insular (í Hetlandi og Orknoyggjum) Dømi um setning á Scots: "Aboot twa thirds o the words in a guid Scots text is Scots words that the English language skares. Baith thae languages got thae words maistly aboot the same time an baith languages haes an equal richt tae yaise them an tae cry them thair ain." Connacht. Connacht (Írskt; "Connachta / Cúige Chonnacht" ['konnåht']),), er ein landslutur í Vesturírlandi. Connacht hevur 542.039 íbúgvar (2011). Connachta betýðir "landið hjá Conn´sa eftirkomarum". Gaeltacht. Gaeltacht, írsk-mæltu økini í Írlandi í dag Gaeltacht (ft. Gaeltachtai) eru øki í Írlandi har írskt gæliskt framvegis verður tosað. Tey hava eina serskipan, t.d. viðv. partafelagsskatti, fyri at varðveita arbeiðspláss í økjunum og harvið steðga fráflyting, so at málið kann varðveitast. Hetta hevur í summun førum havt øvugta ávirkan, tí at írar ið bara duga enskt, hava stundum flutt til Gaeltacht fyri at fáa arbeiði, og harvið hevur talið av teim ið ikki duga írskt í økinum, vaksið í mun til tey ið tosa írska málið dagligt. Meginfelag Føroyskra Studenta. Meginfelag Føroyskra Studenta, er ein nationalur studentafelagsskapur, fyri hægri lestur. MFS er stovnað í 1962, og umboðar føroysk lesandi í Føroyum og uttanlands. Endamálið við felagnum er at arbeiða fyri at betra viðurskifti teirra lesandi fíggjarliga, politiskt og sosialt. Sostatt er talan um rættiliga víttfevnandi arbeiði, har kjakfundir, blaðútgáva, samskifti við myndugleikar, hugnakvøld, lestrarstevna osfr. hoyra til arbeiðsøkið. MFS hevur eitt yvirorðnað ráð, sum er ovasti mynduleiki í felagnum og trýggjar lokalar nevndir. Nevndirnar eru Ráð teirra lesandi í Tórshavn, MFS í Keypmannahavn og MFS í Aalborg. Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum sjálvstøðugt føroyskt studentafelag á jøvnum føti við eitt nú onnur norðurlendsk studentafeløg og altjóða studentafelagsskapir. MFS er viðurkent samráðingarumboð teirra lesandi mótvegis føroysku myndugleikunum, og verður tikið við upp á rað, tá viðurskifti, sum viðkoma fólki undir útbúgving, verða viðgjørd. MFS hevur fullan limaskap í Nordiskt Ordförande Möte (NOM), sum er eitt norðurlendskt og baltiskt samstarvsnetverk, sum m.a. hevur til endamál at viðgera útbúgvingarpolitisk mál í breiðum høpi. Eisini er MFS limur í samstarvsverkinum North-Atlantic Island Student co-operation (NAIS), sum er eitt útnorðursamstarv, millum nationalu lestrarfelagsskapirnar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum. MFS hevur eina játtan á føroysku fíggjarlógini, sum ger virksemi felagsins møguligt. Í 2012 var játtanin á kr. 180.000. Forfólk í MFS. Síðan 2020 hevur heitið forseti verið nýtt, heldur enn forkvinna / formaður. Útgávur:. Upprunaliga vóru tvey bløð, sum MFS útgav árliga. Hesi vóru Pisan og Fjølnir. Síðan 2012 og fram, hevur MFS einans útgivið eitt blað, sum nýtir heitið Fjølnir. Fjølnir er ein samanrenning av gamla Fjølni og Pisuni, og snýr seg um lestrarviðurskiftir, útbúgvingarpolitik og annað viðkomandi fyri lesandi og áhugaði annars. MFS hevur ISBN nummar: 99918-988 Aðrar útgávur. 1966 - "Message from the Faroese Students". Eftir Árna Olafsson og Zacharias Wang. Meginfelag Føroyskra Studenta. (Eisini útgivið á fronskum) 1995 - "Ein varligur dráttur í tara: og aðrar stuttsøgur". Meginfelag Føroyskra Studenta. The Dubliners. The Dubliners er ein heimskendur írskur tónleikabólkur, ið spælir írskan og annan fólkatónleik. Teir hava vitjað í Føroyum tvær ferðir; í 1987 og í 2000, báðu ferðir í Høllini á Hálsi í Havn. Stovning. Bólkurin The Dubliners varð stovnaður í 1962. Hann gjørdist kendur, tá hann regluliga spældi í O'Donoghue's Pub í Dublin. Limir. Teir, ið stovnaðu bólkin vóru: Ronnie Drew, Luke Kelly, Ciaran Bourke og Barney McKenna. Bóðrán. Bóðrán (írskt Bodhrán [:Bauw-råån:]) er ein trumma, av viði og sum oftast geitaskinni. Bóðránin verður søgd at verða hjartasláttur írska fólkatónleiksins. Norðurírland. Norðurírland (enskt: "Northern Ireland") (írskt: "Tuaisceart Éireann") (ulster skotskt: "Norlin Airlann") er norðasti parturin av oynni Írland, og hoyrir framvegis til Sameinda Kongaríkið. Í umleið 30 ár var blóðugt stríð millum katolikkar og protestantar í Norðurírlandi, og umleið 3500 fólk lógu eftirá. Men síðani friðaravtaluna í 1998 hevur tað verið rættiliga friðarligt burtursæð frá einstøkum hendingum. Ófriður. Síðan 1960-árini hevur politiskur ófriður verið í Norðurírlandi og høvuðsstaðnum Belfast. Mongu protestantarnir, sum eru ættaðaðir frá bretskum tilflytarum, vilja framvegis vera undir bretskum yvirvaldi, men írsku katolikkarnir, sum hava verið við sviðusoð, bæði hvat viðvíkur arbeiði og bústaðarviðurskiftum, vilja sleppa upp í írska lýðveldið (Lýðveldið Írland). Báðir partar hava vápnaðar deildir, og írski lýðveldisherurin (IRA) hevur eisini fleiri ferðir søkt at í Onglandi. Írska og bretska stjórnin hava roynt at fingið partarnar at semjast. Í 1998 eydnaðist so at fáa friðaravtalu í lag ímillum partarnar. Friðaravtalan varð tó ikki viðurkend av fleiri limum í IRA og eini 1500 fólk brutu úr Provisional Irish Republican Army, ið er almenna navnið á guerilla herðinum ið var virkin frá áleið 1972-1997. Hesir 1500 liminir stovnaðu stutt eftir friðaravtaluna ein annan guerilla herð ið nevnist The Real Irish Republican Army (RIRA) Hesin er virkin enn í dag. Ulster Scots. Ulster Skotskt, (enskt: "Ulster Scots"), eisini kent sum (Ullans), (Hiberno-Scots), ella (Scotch-Irish), verður tosað í pørtum av Ulster, sum umfatar 6 counties í Norðurírlandi og 3 counties í Donegal í Írlandi. Málið er nær skylt við skotskt og enskt, og kom til Írlands við skotskum niðursetufólkum. Skotskt gæliskt (mál). Skotskt gæliskt (Gàidhlig, Scottish Gaelic, Gaelic) er eitt Goideliskt (gæliskt) mál. Tað var uppruna tungumálið hjá Hálandsskotum, men er nú avloyst av enskum flestastaðni. Tað verður framvegis tosað í Ytru og Innaru Suðuroyggjum. Tó eru flestu, ið tosa skotskt gæliskt, búsett í Glasgow. Sambært skotskum manntali í 2001 søgdu 1,9 prosent, ið eru 92.400 av skotunum, seg antin duga ella skilja gæliskt. Av hesum dugdu 58.552 at tosa gæliskt. Við viðtøkuni "the Gaelic Language (Scotland) Act 2005" hevur gæliskt fingið ávísan almennan status í Skotlandi. Gæliska málið er formliga viðurkent sum tungumál, ið skotskir ráðharrar kunnu tosa á fundum við embætisfólk í ES. Gælisk orð í føroyskum. Nær skyldt við Írskt og Manskt. Trúboðan. Trúboðan, eisini kallað missión, er at boða sína egnu trúgv. Brethren. Brethren (religiøst: brøður). Brúkt um limir í Brøðrasamkomuni. North Ayrshire. North Ayrshire ("Sìorrachd Inbhir Air a Tuath" á Gæliskum) er ein av 32 sýslum í Skotlandi. Sprotin. Sprotin er eitt bókaforlag við heimstaði í Vestmanna. Forlagið Sprotin hevur síðan fyrst í 1990'unum givið út ein hóp av føgrum bókmentum á føroyskum, eina mest týðingar, umframt einstakar lærubøkur í føroyskum. Oddamaður forlagsins er vestmenningurin Jonhard Mikkelsen. Orðabøkur Sprotans. Frá 2010 til 2014 høvdu næmingar og lærarar í Føroyum ókeypis atgongd til orðabøkur Sprotans. Hetta var ein royndarskipan, og Mentamálaráðið fíggjaði tænastuna. Tann 1. januar 2015 gekk sáttmálin út, eftir at Mentamálaráðið hevði sagt sáttmálan upp og kravdi, at Kommunufelagið rindaði sín part. Næmingarnir mistu ókeypis atgongdina til orðabøkurnar, tá ið tey ikki vóru í skúla. Hetta hevði við sær nógv mótmæli, m.a. settu studentaskúlanæmingar úr Hoydølum og Suðuroynni seg í trappuna ein dag og mótmæltu. Í skúlanum á Oyrarbakka vóru næmingar í framhaldsdeidini ikki í skúla í ein dag fyri at mótmæla. Á Eysturskúlanum í Havn vóru mótmæli, og undirskriftir vóru savnaðar og handaðar borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen. Hann lovaði, at ein loysn fór at koma heilt skjótt. Orðabøkur Sprotans ókeypis til allan heimin. Tann 16. januar 2015 varð slóðbrótandi semja gjørd, tá ið Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Sprotin gjørdu avtalu um, at allur heimurin fær ókeypis atgongd til orðabøkur Sprotans. Orðabøkurnar eru 13 í tali í 2014. Heilsan frá stjóra Sprotans til Føroya ungdóm. Málið hevur langar røtur og drúgva søgu. Tað hevur lagað seg eftir tørvi og krøvum. Tað hevur verið fjónað og kroyst. Men tað hevur ikki latið seg kúga. Áhugin og alskurin fyri okkara máli, vit síggja millum føroyskan ungdóm nú, man ikki vera sæddur áður. At hesin hugburður skuldi hava so dyggiliga undirtøku er einki minni enn ein dreymur, ið nú er vorðin veruleiki. Nýggja veruleikan hevur føroyskur ungdómur skapt við sínum hugburði til sín sjálvs. Við sama hugburði, sum hevur fingið ung fólk at bjóða umheiminum av í fótbólti, tónleiki, gransking hava tey kravt sín rætt at sleppa at arbeiða við sínum egna máli við teimum bestu amboðunum, tøk eru. Málamboðini, vit høvdu til føroyskt fyrr, vóru ofta ússalig, og spurningur var, hvør ið tímdi at brúka orðabók. Tað vóru bara summi, ið tímdu at sita og blaða í gomlum og slitnum og ikki dagførdum bókum. Og summi vóru alt ov fá. Í øllum stillum er ein kollvelting farin fram. Nú fara skúlanæmingar í verkfall fyri rættin at brúka orðabøkur. Tað man vera óhoyrt og boðar frá góðum. Seinastu 10 árini er kollveltingin farin fram. Frá einari teldutøkari orðabók til fyribils 13, frá fyrsta brúkara til 20.000 og nú til allan heimin. Í øllum stillum er ein kollvelting farin fram. Nú fara skúlanæmingar í verkfall fyri rættin at brúka orðabøkur. Tað man vera óhoyrt og boðar frá góðum. Seinastu 10 árini er kollveltingin farin fram. Frá einari teldutøkari orðabók til fyribils 13, frá fyrsta brúkara til 20.000 og nú til allan heimin. Tøkniliga standa netorðabøkurnar á sprotin.fo einki aftan fyri aðrar, og við einum stillum, tøkniligum sveipi hevur okkara mál fingið sæti millum tey meiri brúktu og tey mest brúktu málini í heiminum. Og vit varnast, hvussu ófatiliga væl tað stendur seg, hvussu alt kann verða sagt á okkara, hvussu smidligt tað kann vera. Tøknin hevur verið okkara holli stuðul. Tøknin legði nú tað arbeiðið, ið fleiri ættarlið hava totast við í so mong tíggjutals ár, fyri eyguni á ungum føroyingum. Nú liggur allur hesin savnaði skattur fyri eygunum á øllum. Endiliga kann føroyski ungdómurin, sum eigur arvin, og sum fer at eiga ábyrgdina, njóta ágóðan av hesum ókúgandi vilja til ikki at geva eftir og lata málið fara fyri bakka. Tað hevur mangan staðið nógv á, men vit hava treiskast. Vit vóru um at kódna málsliga, men so fingu vit skriftmál og fóru at skriva, og so slapp málið inn í skúlan og inn í kirkjuna, og vit fingu føroyskt útvarp og fróðskaparsetur. Nú eru eingi mørk. Ungu ættarliðini sita nú hugagóð og lesa og sprota. Um stutta tíð fer alt hetta arbeiðið at síggjast aftur í nýggjum høvundum, greinaskrivarum, tíðindafólkum, yrkjarum, tí nú verður sátt, og vit fara at heysta væl. Avmarkingar og grátt knarr eru broytt til hugaligt forvitni og nýfikni, sum eru bestu kveikar í málinum. At øll ódarvað sleppa at arbeiða við føroyskum er tað allarbesta, ið kundi henda okkara máli og okkara skúla. Nú fer at bragda. At tit so íðin virkaðu fyri, at hetta varð veruleiki, takka vit á Sprotanum tykkum hjartaliga fyri.« Sanna Jesuskirkjan. Sanna Jesuskirkjan (á enskum: "True Jesus Church") er ein óheft kirkja, sum var grundað í Beijing, Kina í 1917. Í dag eru millum 1,5 og 2,5 mió. limir í 45 londum í seks heimspørtum. Kirkjan hevur rót í hvítusunnurørsluni, sum spretti í USA fyrst í 1900-talinum. Kirkjan hevur sum endamál at boða gudsorðið til allar tjóðir áðrenn Jesu afturkomu. Komplekst tal. Eitt komplekst tal, eisini nevnt samansett tal, er samansett av einum talpari, einum reellum ella ítøkiligum tali og einum imaginerum ella ímyndaðum tali. Mongdin av kompleksum tølum hevur í støddfrøði symboliðformula_1. Umsetari (Teldufrøði). Ein umsetari er eitt teldu forrit som umsetur ein tekst sum er skrivavur í einum teldu máli (keldu málið) til eitt annað teldu mál (mál málið). Mest vanliga grundin til at umseta eitt forrit til eitt annað er fyri at gera eitt forrit sum kan koyra á eini teldu. Blikkfloyta. Blikkfloyta (á enskum: "tin whistle" ella "penny whistle") er ein simpul floyta, sum m.a. verður brúkt í bretskum fólkatónleiki. Bólkurin The Dubliners nýtir ofta blikkfloytu í tónleiki sínum. Fótbóltssamtakið Vágar. Fótbóltssamtakið Vágar var upprunaliga stovnað 18. desembur í 1993. Felagið var tá eitt samtak ímillum tvey fótbóltsfeløg í Vágum, MB og SÍF. Í 1998 kom SÍ uppí, men teir fóru burturúr aftur í 2002. Í 2004 gjørdist greitt, at gamla samstarvið fór ikki at yvirliva. Ov nógvar ósemjur vóru millum sáttmálapartarnar í gamla samtakinum, og tað endaði við, at samstarvið fór fyri bakka. Seinni sama ár, 8. novembur 2004 var FS Vágar endurstovnað, hesuferð sum sjálvstøðugt felag. Í novembur 2007 løgdu FS Vágar 2004 og SÍ fótbóltin saman í felagið 07 Vestur. Sí eisini: Fótbóltur í Føroyum Írland (oyggj). Írland (á Írsk "Éire"; Ulster Skotskt: "Airlann") er aftan á Stóra Bretland og Ísland triðstørsta oyggj í Europa. Politiskt er oyggin býtt sundur í Lýðveldið Írland, ið er ein suverenur statur, sum umfatar fimm sættapartar av oynni, og Norðurírland, ið umfatar tann sættapartin av oynni, sum er í landnorðri, og sum er partur av Stóra Bretland. Írland verður eisini nevnt "Grøna oyggin" av nógva, grøna grasinum, sum veksur væl í lýggja og slavna veðurlagnum. Lendið er óføra gott beiti til neyt og seyð; og mjólkarvørur og kjøt eru ímillum týdningarmestu útflutningsvørurnar í einum landi, har landbúnaðurin altíð hevur verið høvuðsvinna. Vakra náttúran, helst stórsligna vesturstrondin, hevur gjørt Írland, Lýðveldið Írland og Norðurírland, til væl umtókt ferðamannaland. Ongland. Ongland (enskt: "England") er eitt land sum hongur saman við Skotland, Wales og Norðurírland. Tey kalla tað Stóra Bretland. Ongland er størsti og fjølbygdasti parturin í Bretandi. Nógv av fólkinum býr í stórbýum: London, Birmingham og Manchester. Nógvir býir eru gamlir íðnaðarbýir. Landslagið skiftur úr gróðramiklum akurlendi har suðuri og har eysturií heyggjutar heiðar norðantil og vestantil. Allastaðni í Onglandi eru hugnaligar bygdir, og gomul hús og handlar eru ofta uttan um almenningin í bygdini. Søga. Meðan sóttin svarta herjaði, doyði so nógv fólk, at nógv jørð var, sum eingin arvingini stóð til. Tí gjørdist hon bílig samstundis sum trot var á arbeiðsmegi. Tað hevði við sær, at arbeiðslønin hækkaði, og hetta kom góðseigarunum illa við. Í Onglandi stuðlaði ríkið góðseigarunum og ásetti hámarksløn og legði eykaskatt á bæði bøndur og arbeiðarar. Tað elvdi til, at bøndurnir gjørdu uppreistur í 1381 og fóru í stórum flokkum til London at mótmæla hjá kongi, tí fjúrtan ára gamla Rikardi 2. Wat Tyler (1341-1381), ið var fyrrverandi hermaður, gekk á odda fyri bóndum úr Suðuronglandi til London at mótmæla hjá kongi. Túsundtals aðrir bøndur komu afturat úr Eysturonglandi. Á veg hagar rændu teir frá hond og brendu garðar í grund. Tá ið blaðungi kongurin stóð fyri mannamúgvuni, segði hann seg vilja játtað øllum krøvum teirra. Tá ið bøndurnir vóru sissaðir, breyt kongur lyfti sítt og gav boð um at drepa oddamenninar fyri uppreistrinum. At enda róku kongsins herdeildir bøndurnar heim aftur. Protestantiska kongsdóttirin Elisabeth (7. september 1533 – 24. mars 1603) tók við ensku trúnuni í 1558. Til høvuðsráðharra fekk hon sær ein embætismann úr miðalstættini, William Cecil, sum telist ímillum bestu ráðgevar, enska kongshúsið nakrantíð hevur havt. Kongshúsið lýsti Ongland at vera protestantiskt, men læt katolikkar fáa frið so leingi, teir vóru trúnuni trúgvir. Í mong ár sat drotningin ikki trygg á trúnuni, tí at katólska skotska drotningin kravdi, at hon skuldi vera drotning í Onglandi. Aðrir valdsharrar hóttu eisini Elisabeth, eina mest Filip 2., kongur av Spania, sum var ítarsti talsmaður fyri katólsku kirkjuni. Í 1558 sendi hann stóran herskipaflota, armaduna, ímóti Onglandi, men spaniamenn tapti so dyggiliga. Tá ið Elisabeth doyði í 1603, var eitt spennandi og hendingamikið skeið í ensku søguni komið at enda. Regiónir Onglands. Í Onglandi eru regiónirnar tann hægsta sundurbýti av fyrisitingarligum eindum hjá tjóðartingi Stóra Bretlands. Frá 1994 til 2011 útførdu regiónirnar ymiskar uppgávur fyri stjórnina, men soleiðis er ikki longur. Tó verða regiónirnar enn nýttar til ymisk fyrisitingarlig endamál. Regiónirnar eru valdømi Onglands til Evropaparlamentsvalini. Eurostat nýtir eisini regiónirnar sum mark til tað fyrsta stigi av hagtølum innan ES (Nomenclature of Territorial Units for Statistics, stytt NUTS). Landafrøði. Eystursíðan av Onglandi er mest slættlendi. Nógvastaðni er landið so lágt, at teir mugu hava gjørt verjugarðar sum í Hálandi. Har er góð jørð, helst í landsynningshorninum. Skógum er lítið av nú, men allastaðni síggjast trø; ofta standa tey sum mark millum teir ymsu garðarnar. Áirnar, sum renna eystur í Norðsjógvin, eru heldur stuttar, men breiðar og føra nógv vatn við sær. Tær eru reinar í munnanum, og í áarósunum eru góðar skipahavnir. Av víkum eru at nevna Thames og Humber. Frá Skotlandi gongur ein fjallaryggur, Penninsku fjøllini, langt suður í landið. Tey eru lág og berlig, mest heiðar og mýrar. Vestan fyri fjøllini er so aftur eitt strekki av slættlendi, men í Cumberlandi (og Wales) taka tey seg uppaftur. Í Cumberlandi er frálíka natúrvakurt; millum tey lágu, grønu fjøllini eru vøtn í hópatali. Nógv fólk leita hagar um summarið. Í Cornwall er eisini nakað av fjallalendi, og lágir hamrar ganga fram við strondini. Fram við Ermarsundi er eisini hamarsklettur fyri á fleiri strekkjum, men teir hamrarnir eru mest av kriti. Har suðuri við kanalina eru annars nógv baðipláss, og um summarið er yðjandi fult av fólki. Landbúnaður. Tó at jørðin í eystara og sunnara parti av Onglandi ber væl korn, hevur landbúnaðurin ikki so nógv at siga sum í mongum øðrum londum. Hetta kemur fyri ein part av, at tað eru ríkir aðalmenn, ið hava átt tað mesta av jørðini, og teir hava heldur viljað latið hana ligið sum haga enn at velt í henni, so villini djór kunna hava hildið til har. Djóraveiða hevur verið ein tann besti stuttleiki teirra. Meðan síðsta heimsorrustan var, fóru onglendingar kortini at leggja meira dent á jarðarbrúkið, og stór lendir vóru undanvelt. Kornsløgini, teir velta mest av, eru bygg, hveiti og havri. Av fóðurrótum velta teir eisini nógv. Annars leggja teir stóran dent á at sita væl um grasbøin, tí teir hava oftast bæði nógv neyt og nógvan seyð; so tað skal nógv hoyggj ella súrhoyggj til. Eingilsku neytini eru góð; helst eru fitisløgini tiltikin. Vestan fyri Penninsku fjøllini er veðurlagið so vátligt, at ikki ber væl til at dyrka korn, og har liggja tí stór lendir til seyð. Í sjálvum fjøllunum er eisini nógvur seyður. Fyri at hjálpa til at fáa meira burtur úr jørðini hevur eingilska stjórnin latið stóran studning til bøndurnar, so teir kunna hava fingið sær tey nýggjastu maskinamboð. Men landið má tó flyta nøgd inn av matvaru; nógv av henni kemur úr Danmark og úr Nýsælandi. Fiskiskapur. Fiskiskapurin hevur nógv at týða, og onglendingar fiska allastaðni rundan um sjálvt Bretland, men teir royna eisini á øllum fiskileiðum í norðara parti av Atlantshavinum. Til langfarafiskiskap hava teir stórtrolarar, men í Norðsjónum brúka teir smærri før. Teir fáa kortini ikki so mikið av fiski, sum tørvur er á, men mugu keypa ein hóp afturat. Av londum, sum selja fisk til OngIands, skulu vit nevna Føroyar, Ísland, Danmark og Noreg. Ídnaður. Bæði í Penninsku fjøllunum og í fjøllunum í Wales eru stórar jarn- og kolalindir. Har er tí nógv fólk, sum livir av at høgga kol ella jarn. At kalla alt jarnið verður tilgjørt í landinum, og har eru tí ógvuliga nógvar verksmiðjur og ídnaðarvirkir: umleið helvtin av fólkinum arbeiðir í slíkum. Í summum pørtum av landinum eru fabrikkirnar so tættar, at luftin er altíð svart av kolaroyki. Tættastar eru tær sunnan fyri Birmingham; har er alt so útdálkað í royki og sóti, at onglendingar nevna tað "svarta landið". Fyrr fluttu onglendingar nógv kol burtur til onnur lond, men nú verður tað mesta brúkt í landinum. Nógv tok hava kol til drivmegi, og á fabrikkum og damparum verður tað eisini brúkt, umframt til brenni. Onglendingar vóru teir fyrstu, sum fóru at gera nyttu burtur úr dampmaskinuni. Á verksmiðjunum og ídnaðarvirkjunum verða gjørd flogfør, tok, bilar, motorar, traktorar, skotvápn og annars øll amboð, ið hugsast kunna. Men umframt fabrikkir, sum gera jarnvaru, eru í Onglandi eisini nógv virkir, sum gera klædnavaru. Ullin úr Onglandi ger ikki nógmikið út, og tí flyta teir nógva ull úr Avstralia og Nýsælandi: bummullin verður flutt úr USA ella aðrastaðni. Eingilsk vara er gitin fyri góðsku, og stendur "made in England" á plaggi ella amboði, kann keyparin vera toliliga vísur í, at hann fær virði fyri pengarnar. Til at flyta varu burtur og føra aðra aftur hevur Ongland stóran farmaskipaflota, tann næststørsta í heiminum. Eingilsk skip síggjast á øllum høvum og í øllum havnum, og eingilskt mál heyrist í øllum havnabýum í verðini. Til at verja farmaskipaflotan og forða fyri, at skipasambandið millum teir ymsu partarnar av eingilska heimsveldinum verður kvett í ófriðartíðum, hava teir ein stóran herskipaflota. Asker kommuna. Asker kommuna er ein kommuna í Viken fylki í Noregi. Asker og Tórshavn eru vinarbýir. Italia. Italia (italskt: "Repubblica Italiana") er lýðveldi í Evropa. Italia hevur mark við Frakland í vestri, Sveis og Eysturríki í norði og Slovenia í eystri. Tveir lítlir statir eru í Italia, San Marino liggur mitt í Italia í fjallarøðini Apenninunum, umleið mitt ímillum Róm og Venesia. Vatikanið liggur í høvuðsstaði Italiu, Róm. Nakrir av størru býunum í Italia eru Milano, Firense, Torino, Napoli, Róm og Venesia. Landið hevur umleið 60 mió. íbúgvar. Høvuðsmálið er italskt. Áðrenn 1861 vóru tað fleiri smá lond í tí sum nú er Italia, men í 1861 savnaði kongurin á Sardina, Victor Emanuel 2, øll hesi til eitt stórt kongsríki. Italia var eitt kongsríki til 1946, tá landið gjørdist lýðveldi. Italia er land við ríkari søgu, og serliga tvey tíðarskeið: Rómverjatíðin í fornøld og endur reinartíðin, sum tók seg upp í 15. øld, hava veitt landinum dýran mentanararv. Hóast Italia nú á døgum er av fremstu ídnaðarlondum í heimunum, er stórur munur á ríku ídnaðarøkjunum fyri norðan og fátakaru landbúnaðarøkjum fyri sunnan. Stóri búskaparligi munurin elvir til spenning í landinum og er ein av atvoldunum til mongu stjórnarskiftini. Flestu fólk í Italia eru katolikkar. Søga. Stóran part av søgu sínari hevur Italia verið sundurbýtt land. Fyrstu ferð ríkið varð sameint var í rómverjatíðini í máttmikla Rómverjaríkinum. Í miðøld var landið býtt sundur í mong ríki, og tað varð ikki savnað aftur fyrr enn í 1861. Tey fyrstu árini var Torino høvuðsstaður. Fra 1864 til 1871 var høvuðsstaðurin Firenze, og seinni gjørdist Róm høvuðsstaðurin. Eldri søga. Í 8. og 7. øld f.Kr. settu grikkar búgv í syðra parti av Italiu og nevdu tað "Magna Graecia" (Stór-Grikkaland). Um nøkulunda somu tíð mentist tann etruskiska mentanin í norðara parti av tí italsu hálvoynni. Frá 7. til 5. øld f.Kr. stýrdu teir rómversku kongarnir og síðan tað rómverska lýðveldið og Rómverska keisaraveldið, "Imperium Romanum" og Rómverjaríkið. Tíðin frá 6. øld og til samlingina í 1861 var plágað av stríðandi smástatum. Henda tíðin var tó eisini merkt av ríkum handilsbýum sum Venesia og Firenze og Renessansuni, "la rinacimento" (endurføðingin, "renaissance" er tann franska týðingin av hesum), tvs. av tí antikku stórbæri (Rómverjaríkið). Tann italska renessansan metin sína byrjan frá árinum 1300, við tí gudommuliga sjónleikinum hjá Dante ("La Divina Commedia"). Renessansan, sum í líka so stóran mun var eitt búskaparligt-civilisatoriskt tíðarskeið sum eitt mentanarligt ella listasøguligt, blómaði fyrst í 1500-talinum, og hevði longu tá spjatt síni ideal kring allan vesturheimin ella tann kristna heimin. Columbus, sum fann Amerika, var føddur italienari (føddur í Genova). Amerika sum heimspartur varð seinni uppkallað eftir tí italska katografinum Amerigo Vespucci. Renessansan kom til Danmarkar og onnnur Norðurlond via Niðurlond eftir handilsrutunum gjøgnum Rhinen og serliga úr Fraklandi. Jarðskjálvti 2008. Mánadagin 6. apríl í 2009 varð Abruzzo-landsparturin í Italia raktur av einum jarðskjálvta, ið varð máldur til 6,3 á richterstiganum. 308 fólk lótu lív. Skjálvtin legði m.a. í oyði søguliga miðbýin í landspartahøvuðsstaðnum L’Aquila, ið varð harðast rakti býurin í landspartinum. Fólkatalsfrøði. Fólkatalið í Italia er vaksið nógv síðan 1861 Italia hevur 60.626.442 íbúgvar sambært hagtølum frá kommununum 1. januar 2011 ("Anagrafe"). Fólkatættleikin í Italia á 201/km², er hægri enn í flestu vesturevropeisku londunum. Tó er tað sera ójavnt, hvar ið fólkatættleikin er størstu. Tey tættast bygdu økini eru Po-dalurin, har nærum helmingurin av fólkunum búgva, og stórbýarøkini í Róm og Napoli, meðan øki við høgum fløllum, sum t.d. Alpurnar og Apenninafjøllini, Basilikata og oyggin Sardinia ikki eru tætt bygd. Fólkatalið í 20. øld í Italia bleiv nærum dupult so stórt, men mynstrið fyri fólkavøkstri var sera ójavnt, orsakað av innlendis flyting frá landøkjum í suðri til ídnaðarbýir í norði. Hetta hendi serlig aí 1950-60'árunum. Harafturat er stór fólkatilflyting til landið farin fram í 1980'unum fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð. Sambært italsku stjórnini, búðu 4.570.317 útlendingar í Italia í januar 2011. so kemur Kina ikki á sama støði sum USA enn. Kina hevur havt stóra búskaparliga framgongd seinastu árini, men kortini rýma fólk í besta aldri úr landinum sum ongantíð fyrr. Fólk í hópatali rýma úr Kina til onnur meira demokratisk lond, hóast Kina seinastu árini hevur havt risastóra búskaparliga framgongd. Bara í 2011 fluttu 87 000 kinverjar til USA. Tey stúra fyri framtíðini hjá sær og børnunum í einum landi við framburði, sum ikki øll fáa lut í. Ógvuliga nógv kol er í Kina, og flestu steinsløg eru eisini í jørðini. Eftir at kommunistarnir tóku valdið í 1949, legði stýrið stóran dent á at menna tungídnaðin og læt byggja ovurstór jarn- og stálverk og evnafrøðiverksmiðjur. Seinastu árini hevur stýrið eggjað til at menna lættan maskinídnað og nýtsluvøruídnað. Kina er nú ímillum tey lond í heiminum, sum ger mest av handilstøðum, klæðum, ravmagnslutum og ravtøkni. Fruktabesta lendið er fyri sunnan. Høvuðsgrøðin er rís, te, bummull, frukt og grønmeti. Rísið verður sáað í akrar, sum fyrstu tíðina standa undir vatni. Góð ár heysta kinverjar rís tvær ferðir av sama akri, men grønmeti og annað korn enn rís verður bara heystað eina ferð. Í norðara og vestara parti í landinum, har tað er turrari og berligari, dyrka teir mest korn og epli og halda neyt og seyð. Í nýggjari tíð hevur eingin tjóð verið í nánd av Amerika við atliti til búskaparstyrki, men kommunistiska Kina kann nú meta seg ájavnt. Í fleiri ár hevur Kina havt stóran búskaparvøkstur, og altjóða gjaldoyragrunnurin IMF spáar nú, at um fimm ár hevur landið lagt USA aftur um seg. USA hevur ætlanir um at kæra Kina til WTO í 2012, tí kinverjar hava veitt ólógligan stuðul til teirra bilverksmiðjur í beinleiðis kapping við tær amerikansku. Vinnulív. Kina hevur heimsins skjótast vaksandi búskap við 9,5 % vøkstri um árið. Í fyrstu fýra mánaðunum í 2007 var tað kinesiska handilsavlopið á tilsamans 63,3 milliardir dollarar. Kina hevur heimsins fjórðstórsta búskap við einum BNP á 2 000 milliarder USD. Álíkavæl er Kina enn eitt fátækt land, sum fram til fyri fáum árum síðan hevur móttikið stuðul frá matvøruætlanini hjá ST. Í 2009 gjørdist landið heimsins størsta útflytaratjóð. Tað árið útfluttu tey vørur fyri 1,2 billiónir dollarar. Týskland útflutti fyri 1,13 billiónir dollarar, meðan USA seldi vørur til útlandi fyri 1,06 billiónir dollarar. Umleið tríggir fjórðingar av fólkunum í Kina arbeiða framvegis innan landbúnaðin, men landið hevur stórt tal av arbeiðsleysum í bygdunum og landbúnaðurin eigur bert 13 % av BNP. Kina er ríkt við náttúrutilfeingi, eitt nú kol, olju og jarnmálmi. Høvuðsútflutningsvørur eru klæðir, elektroniskar vørur, olja og oljuvørur, evnafrøðilig evni og lættari ídnaðarvørur og vápn. Kina gjørdist í 2001 limur í WTO ("World Trade Organisation"). Landafrøði. Fyri vestan hækkar oyðimarkarkenda lendið upp í djúpar dalar og høg fjøll. Tibet, sum áður var sjálvstøðugt ríki, men sum Kina hertók í 1950, verður nevnt "tekja heimsins", tí at tað liggur so høgt. Í norðara parti í Kina á markinum móti Mongolia er turra og oydna Gobioyðimørk. Í Eysturkina og Norður- og Suðurkina er nógvur landbúnaður í áardølunum og á víða slættlendinum. Haðan kemur matur til allar milliónirnar, sum búgva í mongu býunum fram við strondini og inni í landinum. Hengduanfjøllini har suðuri í Kina spretta úr Himaleiafjøllunum, og í hesum fjøllunum og í dølunum er ríkt dýra- og plantulív. Gjøgnum dalirnar renna eisini tríggjar tær størstu áirnar í fjareystri, og tær eru Salweenáin, Mekongáin og Yangtzeáin. Her er eitt satt paradís á jørð fyri apur, pandur, teir seinastu villu fílarnar í Kina og fyri eitt ótal av fuglasløgum. Kinverska strondin er 14.500 kilometrar long. Longdin ger sjálvandi tað, at stórur munur er á tilveruni hjá fólkinum, sum býr við sjógvin. Nógv búgva í stórbýum, og so eru tað tey, sum búgva á smábygd við sjógvin og eru útróðarfólk. Eisini finst eitt ríkt dýralív við strendurnar, men dálkingin er eisini ein stórur trupulleiki bæði fyri fólk og fæ. Kina eigur hjálondini Hongkong og Makao. Teivan tók loysing frá Kina í 1949, men fá lond hava viðurkent Teivan sum sjálvstøðugt ríki. Fyrisitingarligar eindir. Kina er býtt sundur í 23 landslutir, 5 sjálvstýrandi regiónir og 4 kommunur. Hesar eindir eru tilsamans "høvuðlandið Kina". Umframt 22 landslutir sær tann kinverska stjórnin eisini Teivan sum ein part av Kina og sær tí Teivan sum sín 23. landslut. Harafturat koma tvey serstøk fyrisitingarlig øki Makao og Hongkong, sum hoyra undir tí kinversku fyrisitingina, men sum hava størri sjálvstýri enn hinir landslutirnir, regiónirnar og kommunurnar. Fólkalýðveldið Kina hevur 56 viðurkent at landið hevur 56 ymisk etnisk fólkasløg. Politiska býtið av Fólkalýðveldinum Kina Politikkur. a> - størsta almenna torgi í heiminum. Kina hevur seinnu árini latið mørk síni meira og meira upp fyri umheiminum, men Kina er framhaldandi eitt hart stýrt land, har nógv ræðast valdsharrarnar og ikki minst Hu Jintao. Kinesiski leiðarin hevur til dømis harðrent jarðlagt og flutt milliónir av fólkum fyri at gera pláss fyri nýbygningum, Olympisku Leikunum og øðrum, sum hevur verið sæð av umheiminum sum framgongd. Kina við Hu Jintao á odda er framhaldandi tað landið, sum avrættar nógv flest folk. Eitt barn. Fólkavøksturin í Kina er 15 milliónir um árið; næstan líka nógv fólk, sum býr í Noregi, Svøríki og Danmørk. At tálma hesum stóran vøkstri settu myndugleikarnir í gildi, at maður og kona bara skuldu hava loyvi til at eiga eitt barn. Síðani í 1979 hava myndugleikarnir í Kina kravt, at foreldur bert fáa eitt barn. Hesi einkarbørn verða stundum kallað "smáu keisararnir", tí at tey ofta eru ovurvard og spilt. Hesin politikkur hevur helst verið til gagns í ovfólkaðu býunum, men ikki á bygd, har mesta arbeiði í landbúnaðinum verður gjørt við hond. Barnapolitikkurin við einum barni, gevur teimum sum halda seg til lógina, fleiri fyrimunir. Tey fáa reiðan pening og betri bústaðir. Í miðal fáa kinesiskar kvinnur bert 1,4 barn, sum er væl undir markinum fyri at halda fólkatalið í landinum. Tað markið er 2,1 barn. Í Kina hevur eittbarnspolitikkurin gjørt at dreingjabørn verða vald framum gentubørn. Hetta hevur skapt ein kynsójavna í landinum. Íbúgvaratalið er 1,36 milliardir fólk í 2013. 697 milliónir eru menn, meðan 663,5 milliónir eru kvinnur. Hetta merkir at tað eru 35 milliónir fleiri menn enn kvinnur í landinum. Tað vil so siga, at tað eru líka nógvir single menn í Kina sum tað eru t. d. íbúgvar í øllum Kanada. Og teir allar flestu av teimum mugu liva sítt lív einsamallir, uttan eina konu ella kvinnuligan partnara. Ójavnin fór at gera seg galdandi fyri tíggju árum síðani, men hann hevur ongantíð verið so sjónskur sum nú. Í Kina verða foreldur fyri mismuni á arbeiðsplássinum og fáa bøtur, um tey fáa sær meir enn eitt barn. Men 70 % av kvinnunum ynskja sær fleiri børn. Kvinnurnar í Kina er púra ósamdar við eitt-barns-politikkinum hjá stjórnini. Sambært BBC News, vísir ein spurnarkanning, at 70 % av kvinnunum ynskja sær tvey ella fleiri børn í Kina. Hóast hetta heldur stjórnin fast í førda politikkinum. Myndugleikarnir siga, at lógin, ið varð sett í gildi síðst í 70'unum, hevur forðað fleiri 100 milliónum av føðingum, sum síðani hevur gjørt íbúgvarnar ríkari. Deyðarevsing. Kina er tað landið, sum avrættaði flest fólk í 2008. Sambært frágreiðingini ""Death Sentences and Executions in" "2008"" vóru í minsta lagi 1718 fólk avrættaði í Kina, men veruliga talið kann vera hægri, tí í Kina eru deyðarevsingar loyniligar. Hetta svarar til 72 % av øllum avrættingum í 2008. Tað merkir, at tað í Kina tilsamans fóru fleiri deyðarevsingar fram í enn í restnina av heiminum tilsamans. Asia er tann heimsparturin har flestu avrættingarnar vóru framdar í 2008. Avrættingar vóru framdar í 11 londum í Asia. Hesi londini eru Afghanistan, Bangladesj, Indonesia, Japan, Norðurkorea, Maleisia, Mongolia, Pakistan, Singapor, Vjetnam og Kina. Rúmdarferðir. Tann fyrsti kinesiski rúmdarmaðurin, Yang Liwei (f. 21. juni 1965), var úti í rúmdini í 2003 í rúmdarfarinum Shenzhou 5. Kinesiska rúmdarumsitingin hevur ætlanir um at seta eitt ómannað rúmdarfar á mánan í 2013, og ætlanin er so at senda eitt mannað far hagar seinni. Stutt eftir døgurðatíð 14. des. 2013 setti eitt kinverskt rúmdarfar seg á mánan, og harvið gjørdist Kina triðja tjóð eftir USA og Sovjetsamveldið at lenda á mánanum. Hetta er fyrstu ferð síðani 1976, at nakar lendir á mánanum. Talan er um eitt ómannað kanningarfar, nevnt Chang'e 3 eftir mánagudinnuni í kinverskari gudalæru. Chang'e 3 setti seg í "Sinus Iridum", ella Ælabogavíkini, sum enn ikki er kannað. Har er góður sólargangur, og tað liggur væl fyri at samskifta haðani niður á jørðina, skrivar kinverska tíðindastovan Xinhua. Arbeiðslegur. Í desember mánaði í 2013 hevur tjóðartingið í Kina formliga viðtikið eina fyriskipan, sum endar nýtsluna av arbeiðslegum sum eina revsing fyri politiskar fangar. Legurnar hava verið nýttar í meira enn fimmti ár sum ein háttur til at revsa øðrvísi hugsandi og fáa tey til at tiga. Millum hesi eru kristin, sum ikki vilja vera við í statsgóðkendu trúnni. Revsingin í arbeiðslegum varð tikin í nýtslu í 1957 fyri at revsa atfinnarunum móti kommunistiska flokkinum. Men skipanin hevur eisini verið nýtt til at revsa onnur við, harímillum eisini húskirkjukristin og politikarar. Fyriskipanin er góð tíðindi fyri kristin, sum møtast í húskirkjum, og aðrar bólkar í landinum. Fólk úr hesum bólkum hava regluliga verið dømd til upp í fýra ár í arbeiðslegum uttan at hava verið fyri rætti. Fyriskipanin er ein av fleiri skipanum, sum kinesiski kommunistaflokkurin legði fram í 2013, og tær vórðu góðtiknar leygardagin 18. januar 2014 fyri nýggjár í tjóðartinginum. Ein onnur fyriskipan sama dag var, at tingið avtók "laojiao"”, sum er endursiðing gjøgnum arbeiði. Tikarar. Tikarin er eitt hótt djóraslag í Kina. Hildið verður, at í 2015 eru færri enn 50 villir tikarar eftir. At drepa tikarar er stranglig bannað og ólógligt í Kina, og tikarin er sera hóttur í fólkaríka landinum. Tað sigst, at tikararnir eru farnir frá at vera 100.000 í 1900-talinum til at vera uml. 50 í 2015. Í Kina virkar Heimsnáttúrustovnurin WWF fyri, at fáa tikararnar út aftur í náttúruna. Einaferð vóru amurtikarar allastaðni í Kina. Men teir vóru so nógv veiddir, at tað bara vóru uml. 40 takarar eftir í 1940. Í 2015 eru um 400 amurtikarar, sum liva fríir úti í náttúruni. Mentan. Kina eigur góða, gamla mentan. Í kinverskum grøvum hava tey funnið málningar eldri enn 6.000 ár. Listaligi siðaarvurin sæst enn aftur í dansinum og í tónleikinum, og bæði filmar, opera og sjónleikur eru vældámdar listagreinir. Listafólk verða eggjað at lýsa avrik kinverska fólksins. Miðkina við býnum Beijing er miðstøð fyri eina 5.000 ára gamla mentan, sum hevur skapt ótrúlig bygningsverk. Ymiskar filosofiskar lærur hav havt stóra ávirkan á kinverska mentan. Tríggjar av teimum elstu høvuðsgreinunum komu frá konfusianismuni, taoismuni og buddhismuni. Tað eru fleiri ymiskar trúarbólkar í Kina, og fleiri av teimum eru rættiliga samansettir. Av trúarbólkum, sum verða tvinnaðir saman við Kina kunnu nevnast Ættfaðirskultin, buddhisma, kinesisk folkatrúgv við rótum í elligomlum mytum, konfusianisman, taoisman og islam. Kinesiskar bókmentir hava eina langa og ríka søgu, tað var eisini í Kina at man fann fram til prentlistina undir Song-ríkinum. Áðrenn tað tíð vóru tær klassisku og átrúnaðarligu hondskriftirnar netupp "hondskriftir" – hondskrivaðar við blekkpensli. Talan var sum oftast um konfuciansk, taoistisk og buddhistisk verk. Fyri at granska hesar tekstir upprættaðu tey lærdu akademiir í hópatali. Nøkur av hesum akademiunum vóru betald av herskaradynastiunum, og tey kongaligu kundu sjálvi taka aktivt lut í kjakinum har. Av skjølum sum eru skrivaði hetta tíðarskeiði heru fleiri túsund varveitt. Kinverskir heimspekingar, rithøvundar og yrkjarar hava sum oftast verið høgt í metum í samfelagnum og spælt ein týðandi leiklut sum mentanarberar. Kinversk skrift hevur havt nógvar ymiskar variantar gjøgnum søgu Kina, og mitt í 20. øld mentist ein meira einfaldur kinverskur skriviháttur á Meginlandskina. Í Teivan og á øðrum støðum halda tey fast við ein eldri skrivimáta. Kalligrafi er ein týðandi listagrein í Kina, eins og málningalist og tónleikur. Bonsai er ein elligomul listagrein, ið eisini breiddi seg til Japan og Korea. Kinverskur matur. Umframt rís er mesta tilfarið í kinverskum mati grønmeti og nudlur. Tey eta eisini nógvan turran mat, soyabønir, fisk og kjøt. Maturin kann vera sera ymiskur, alt eftir hvar í Kina tú ert. Kinverjar gera nógv burtur úr matgerð og matsiðum í teimum ymsu landslutunum. Í landslutinum Xinjiang er maturin sterkt kryddaður; fyri norðan um Beijing-leiðina eru tey gitin fyri at duga væl at steikja dunnu. Vælrúkandi fiskarættirnir í landslutinum Kanton fyri sunnan eru vorðnir heimskendir. Har verður maturin gjørdur til í djúpari steikipannu við loki, kallað "wok". Í Suðurkina verður rís etið aftur við høvuðsrættunum. Í Norðurkina annaðhvørt hveitibollar ella hveitinudlar. Etið verður úr smáum skálum við pinnum. Rís, annaðhvørt kókað, guvukókað ella stekt, er høvuðskostur í mongum kinverskum rættum. Kinverskar bókmentir. Kinverskar bókmentir hava eitt serstakt pláss í heimssøguni, við tí kultinum ið ognast tí skrivaða orðinum í Kina ta serstaka í teimum kinversku teknunum, sum hava sín uppruna í spádómslist, og sum er fullkomiliga ólíkt teimum fonetisku skipanunum, sum verða nýttar á flestu øðrum málum. Verk av filosofiskum slag hava ein týðandi lut í kinverskum bókmentum, serliga undir Zhou-ríkinum, við tí "siðbundna" konfusiansku ella teimum taoistisku klassikarunum. Síðan er tað kinversk yrkingalist, ið gerst týdningarmiklari við tíðini, serstakliga undir Tang-ríkinum. Síðan veksur prosan framm við kendum verkum sum "Ferðin mót Vestri" í 1500-talinum, ella familjuskaldsøgan "Hong Lou Meng" (红楼梦) frá 18. øld (Dreymurin um tað reyða rúmið). Síðan vóru kinverskar bókmentir raktar av afturgongd beint eftir at Qing-ríkið fall. Tað gjørdist endin á tí klassisku mentanini. Hu Shih (f. 1891, d. 1962) og Lu Xun (f. 1881, d. 1936) gjørdist undangongumenn til nútíðar kinversku bókmentirnar. Tónleikur. Kinesiskur tónleikur hevur eitt heilt serligt ljóð. Kinverjar hava ment ljóðføri í stórum tali, eitt nú zheng, xiao og erhu. Ljóðførið "sheng" fekk eina røð av líknandi ljóðførum í Vesturheiminum. Silkiframleiðsla. Kina hevur ríka traditión fyri at framleiða silki. Tey, sum hava lært seg hesar stavir, vita, hvat teir merkja, men teir verða frambornir ymiskt. Málið. Almenna málið í Kina er kinverskt ella mandarin, sum øll tosa uttan tey, sum búgva úti við strondina í Útsynningsásia. Har tosa tey kanton ella onnur kinversk mál. Í hvørjum máli eru nógv bygdarmál. Øll kinversk mál hava sama skriftmál. Borið saman við stavrað okkara, sum er 32 bókstavir, eru fleiri enn 50.000 tekn í kinverska skriftmálinum. Hvørt tekn merkir eitt orð ella eitt hugtak. Fyri einføld orð, til dømis "himmal" og "regn", er eitt tekn. Fyri samansett orð eru tvey ella fleiri tekn. "Telefon" verður skrivað við tveimum teknum – teknunum fyri "ravmagn" og sagnorðinum "tala". Kalligrafi. Kalligrafi er ein serligur skriviháttur, og vøkru kinesisku skriftteknini koma best til sín rætt, tá tey eru hondkalligraferað. Kalligrafi er høgt mett list í Kina og javnsett við málningalist, tí at skrivarin má leggja sær nær at skriva teknini røtt og vøkur. Ecstasy. Nøkur sløg av ecstasy tablettum. Ecstasy er eitt rúsevni við kemiska heitinum MDMA (3,4-methylenedioxy-N-methylamphetamine). Tað er eitt tað vanligasta rúsevnið í vesturheiminum og verður oftast selt sum litaðar tablettir við ymiskum búmerkjum á. Tað er ólógligt í flestu londum. Nýtarin kennur seg opnan, erligan, ovursælan og fær eyka orku. Ecstasy verður hildið at virka við at økja um úrskiljingina av signalevninum serotonini (og, í minni mun, noradrenalin og dopamin) í heilanum og forða fyri endurupptøku av tí. Ein vanlig dosa er 100-150 mg. Anholt. Anholt er mest isoleraða oyggin í Danmark. Hon liggur mitt í Kattegat, og so fjart frá øðrum landi, at tað ikki ber til at búgva á Anholt og pendla til arbeiðis ella í skúla. Anholt er tað staðið í Danmark, har sólin skínur mest. Náttúra. Av tí at allur skógarvøksturin varð feldur miðskeiðis 1600-talinum, tá eitt sera kalt áratíggju var, er oyggin nú lágheiði næstan øll sum hon er - størsta lágheiði í Norðurevropa. Av tí sama er plantulívið á Anholt sermerkt. Har vaksa mest skónir og aðrar plantur, sum trívast í turki. Meginparturin av oynni er friðað lendi. Ikki er loyvt at koyra ella ríða í lágheiðalandslagnum, men øll hava loyvi at ganga har. Landalæra. Oyggin er 22 km2 til støddar. Tveir teir størstu heyggjarnir á oynni nevnast "Sønderbjerg" (48 m) og "Nordbjerg" (39 m). Iran. Iran er eitt land í Miðeystri og Asia. Høvuðsstaður er Teheran, og landið hevur umleið 75 milliónir íbúgvar. Navnið. Navnið "Iran" er ein avleiðsla av "Aryana Vaejo", sum merkir "upprunin hjá ariarunum". Persar og medar vóru eftirkomarar eftir indoeuropeiska niðursetufólkinum (ariarunum). Medarnir grundaðu uml. 700 f.Kr. iransku tjóðina, sum uml. 600 f.Kr. varð lagt í oyði av Kyrosi Mikla, sum í staðin grundaði persiska ríkið, Persia. Landið kallaðis Persia heilt til 1935, tá Reza Shah endurinnførdi navnið Iran. Søga. Aleksandur Mikli (356 f.Kr.-323 f.Kr.) gjørdi innrás í Iran (Persia) í 334 f.Kr., og tá ið hann doyði, stýrdi ein av herovastum hansara, Selevkos (358 f.Kr.–281 f.Kr.), landinum. Um 250 f.Kr. grundaði ein herovasti í Miðásia, Arsakes (?-211 f.Kr.), kongsveldið Partia í Eysturiran. Ein skyldmaður hansara, Mithridates 1. (195 f.Kr.-138 f.Kr.), tók við trúnuni í 171 f.Kr. og stýrdi í 33 ár. Hann tók nógv lond, sum Darius 1. persakongur (550 f.Kr.–486 f.Kr.) hevði tikið fyri meira enn 300 árum frammanundan. Í eini herferð fyri og aðrari eftir tók Mithradates londini ímillum Kaspiskahav og Persaflógva og heilt eystur at indiamarkinum. Hann bygdi eina hernaðarlegu við ánna Tigris tætt við býin Selevkeia, og tey vórðu løgd saman í ein bý, Ktesifon, sum gjørdist høvuðsstaður í Partia. Mithradates doyði í 138 f.Kr., men arsakiska kongsættin ráddi í stívliga 300 ár. Partia varð verandi stórveldi upp aftur longur. Grikska mentanin, sum hevði breitt seg í Iran, tá ið Aleksandur legði ríkið undir seg, doyði út, og persisk mentan, sum kyknaði upp aftur, kom í staðin. Handilstiltøk mótvegis Iran. Handilstiltøkini ímóti Iran eru farin at virka av álvara í 2012, og í oktober 2012 var ófriður í miðbýnum í Teheran, har fólk mótmæltu teimum versnaðu búskaparviðurskiftunum. Tey vóru serliga misnøgd við, at virðið á landsins gjaldoyra er minkað sera nógv. Løgreglan legði uppí við táragassi, og nógv fólk vórðu tilin. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sigur í einari viðmerking, at tað er stýrið í Iran, sum hevur skyldina av, at landsins búskaparstøða er versnað. Hon sigur, at vil stýrið sleppa sínum kjarnorkuætlanum og samstarva við onnur lond og altjóða stovnar, verða tiltøkini ímóti landinum sett úr gildi. Iranska gjaldoyrað, rialurin, er minkaður umleið 40 prosent í virði í seinastuni, men sambært USA kemst tað ikki av handilstiltøkunum, men av skeivum búskaparpolitikki hjá stjórnini í Iran. Ítróttur. Iranar elska fótbólt og teir forguda stjørnuspælararnar. Fótbóltur er eitt av teimu fáu økjunum í iranska samfelagnum, har bæði menn og kvinnur kunnu vísa stórar kenslur. Síðan Ayatollah Khomeini tók valdið í Iran í 1979, hava fótbóltsvøllir verið bannað økið hjá konufólki, men genturnar sníkja seg inn ílætnar sum menn, og tær venja fótbólt á tekjunum og renna aftaná fótbóltsstjørnunum, tá teir venja. Olja og politikkur. Tá oljukeldurnar fóru at spríkja í 1900-árunum, gjørdist Iran tætt knýtt at Vesturheiminum, serliga Bretlandi, sum fekk stóra ávirkan á iranskan búskap. Undir seinna heimsbardaga eggjaðu tey allieraðu Iran til at koma í teirra part móti Týsklandi, men av tí at Reza Shah tók undir við týskarunum, avgjørdi hann, at Iran skuldi vera uttanveltað. Tey allieraðu hersettu Iran, og Reza Shah varð sendur í eksil. Sonur hansara, Muhammad Reza Pahlavi (vanliga umrøddur "Shahurin"), kom í hansara stað. Inntil 1979 var Iran eitt rættiliga frítt samfelag, har sangur og dansur vóru loyvd, og kvinnur ikki vórðu noyddar at ganga við høvuðturriklæði. Men islamiska kollveltingin hetta árið, leidd av Ayatollah Khomeini, sum millum annað gjørdi, at Shahurin varð noyddur at flýggja, viðførdi eisini, at kvinnur og gentur nú skuldu ganga við turriklæði. Hoyrir tú tíðindi um Iran, so er tað altíð forsetin Mahmoud Ahmadinejad, ið tosar ella verður nevndur. Men veruligi leiðarin í Iran er muslimski leiðarin Seyed Ali Khamenei. Islamisk lóggáva í Iran brúkar enn almenna avrætting, steining og tú kanst fáa deyðadóm fyri ótrúskap ella homoseksualitet í Iran. Seyed Ali Khamenei er Ayatollah (ovasti) í islamiska ráðnum í Iran. Í Iran er deyðadómur fyri manndráð, ótrúskap, neyðtøku, vápnað rán, narkotikasmugling og at konvertera frá islam til aðra trúgv. Sambært Amnesty International er Iran tað landið, sum tekur lívið av flestu fólkum í heiminum, eftir Kina. Iran hevur praktiserað sokallaðu Sharia-lóg síðani kollveltingina í 1979. Immunskipan. Immunskipanin er verjuskipanin hjá kropppinum ímóti smáverum, so sum bakterium og virusum. Immunskipanin er samansett av ymiskum sløgum av hvítum blóðkyknum. Tá kroppurin verður smittaður av til dømis eini bakteriu leypa hvítu blóðkyknurnar á og royna at drepa tær fremmandu kyknurnar. Immunskipanin hevur minni, sum ger at næstu ferð kroppurin kemur í samband við bakteriuna, er klárt við andevnum sum kunnu merkja júst hesa bakteriuna so hon verður dripin beinanvegin. Immunskipanin er deild upp í ta viðføttu og ta tillagaðu immunskipanina. Tillagaða immunskipanin. Tann tillagaða immunskipanin er ein skipan sum bert geisladjór hava og virkar við, at ymiskar kyknur hava ymisk antigen. Soleiðis ber til at tillaga verjuna ímóti bakteriur og virusum. Hetta elvir til eina sterkari verju, sum eisini hevur møguleika at minnist bakteriur kroppurin hevur møtt fyrr. Skipanin er samansett av tveimum sløgum av lymfosyttum: T-kyknur og B-kyknur Komplementskipanin er eisini ein partur av tí tillagaðu immunskipanini. Andevni. Andevni (antistoffir), eisini kallaði immunoglobulin (stytt Ig), eru evni framleidd av B-kyknum sum kenna ávísar partar av fremmandum kyknum aftur, nevnd antigenir. Kroppurin framleiðir B-kyknur við fleiri milliardum av ymiskum andevnum og nøkur av hesum passa so saman við pettum á fremmandum kyknum. Tá ein B-kykna hevur funnið t.d. eina bakteriu við einum antigenið, ið andevni hennara passar saman við, vísur hon antigeni til eina TH2-kyknu, sum stimbrar B-kyknuna so hon deilir seg og gerst til B-plasma kyknur sum framleiða stórar nøgdir av andevni ímóti júst hesi bakteriu. Komplement skipanin. Komplementskipanin er bæði ein partur av viðføddu og tillagaðu immunskipanini, sum hjálpir kroppinum at drepa fremmandar kyknur við at gera hol á membranin. Salmonella. Salmonella er ein ætt av stavformaðum, gramnegativum bakterium, sum elva til tyfus, paratyfus og mateitran. Tær finnast fyrst og fremst í flogfenaði, eggum, mjólk og kjøti. Boys In A Band. Boys In A Band er ein føroyskur rokkbólkur. Tá ið Pætur, Heri, Heini, Rógvi og Símun á heysti 2006 stovnaðu bólkin við heitinum Boys In A Band, settu teir somuleiðis gongd í eitt nýtt rák í føroyskum tónleiki. Teir vistu bara ikki av tí. Síðani hevur bólkurin verið ein av aktivastu bólkum í Føroyum. Boys In a Band siga seg spæla kovboyrokk, sum stutt sagt er ein blanding av aggandi gomlum bluestónleiki og spildurnýggjum rokki. Bólkurin er fullkomiliga elektriskur á palli. Eftir legendarisku framførsluna í Kagganum, har Boys In A Band spældu í sambandi við stóra AME-tiltakið, vórðu teir bókaðir til ikki færri enn tríggjar festivalar niðri í summar 2007. Teir eru somuleiðis vælumtóktir á "15 teim bestu", hava vunnið Planet Awards fyri at vera besti nýggi bólkurin í 2006. Heiður. 2007 - Vunnu "Global Battle of the Bands" tónleikakappingina í Onglandi Kykna. Ein kykna er minsta sjálvstøðuga eindin í eini livandi veru. T-kykna. Ein T-kykna er eitt slag av hvítum blóðkyknum og sostatt ein partur av immunskipanini. T-kyknur verða framleiddar í beinmerginum, men búnaðar í thymus (hálseitlinum), haðani heitið stavar. T-kyknur kunnu kennast frá B-kyknum við at tær hava ein ávísan reseptor á yvirflatuni, T-kyknu-reseptorin (TCR = T Cell Receptor). Almenn ogn. grein ella aðrir miðlar koma frá eini keldu, sum ikki hevur ein upphavsrætt Public domain ofta stytt "PD", merkir almenn ogn. Tað vil siga ongin eigari og tí ongin upphavsrættur. Antibiotika. Antibiotika er heilivágur ímóti bakteriusmittum. Grundarlagið undir virknaðinum á antibiotika er, at tað er munur á bakteriukyknunum (prokaryotar) og vertkyknunum (eukaryotar). Tað fyrst uppdagaða antibiotikaðið var penisillin, og enn í dag eru tey ymisku sløgini av penisillini tey mest nýttu antibiotikaðini. Aminoglykosid. Aminoglykosidir eru eitt slag av antibiotika. Tey virka við at binda til ribosomið hjá bakteriuni og forða sostatt fyri translatiónini av mRNA. Tey elva eisini til feillesing og harvið til óvirkandi proteinir. Tetracyklin. Teir 4 ringarnir í grund tetracyklin strukturinum Tetracyklinir eru ein bólkur av antibiotika. Tey virka við at binda til ribosomið og forða fyri binding av aminoacyl-tRNA. Harvið verður proteinframleiðslan steðgað. Eitt av evnunum í hesum bólki eitur sjálvt tetracyklin. Ribosom. Eitt ribosom er eitt lítið og tætt organel í kyknum sum framleiður proteinir. Ribosom eru umleið 20nm í tvørmát og eru samansett av 65% ribosomal RNA og 35% ribosomal proteinum. Ribosom týður boð RNA (mRNA) og byggjur her við eina polypeptid ketu (t.d. eitt protein) við brúk av aminosýru sum verður í verða borin út av sendi RNA (tRNA) Chloramphenicol. Chloramphenicol er eitt slag av antibiotika. Tað virkar við at binda til bakteriu ribosomið og forða fyri ensyminum peptidyl transferase. Tað hevur tann fyrimunin eisini at ávirka (eukaryotar) menniskjakyknur og kann tí nýtast ímóti bakterium, ið goyma seg inni í menniskjakyknum. Tað verður tó sjáldan nýtt longur í framkomnum londum, vegna sjáldsama, men álvarsliga hjáárinið blóðmangul. Makrolid. Makrolidir eru ein bólkur av antibiotika. Tey virka við at binda til bakteriu ribosomið, so tað ikki far flutt seg. Proteinframleiðslan verður sostatt steðga. Fusidinsýra. Fusidinsýra er eitt steroid antibiotika. Tað virkar við at forða fyri protein framleiðsluni. Tað er bakteriustatiskt. Quinolon. Quinolonir eru ein bólkur av antibiotika. Tey virka við at tarna einum ensymið, ið kallast DNA gyrase. Hetta ensym stendur fyri at vinda bakteriu kromosomið upp, sum vanliga er snúgvið saman. Tá ensymið verður tarna, sleppur RNA polymerase ikki framat DNA-streinginum, og transkriptiónin sleppur sostatt ikki í gongd. Quinolonini, ið nú verða nýtt, hoyra til ein nýggjari undirbólk: Fluoroquinolonir. Nitroimidazol. Nitroimidazolir eru ein bólkur av antibiotika. Tey virka ímóti anaerobum bakterium. Tey oyðileggja DNA-uppbygnaðin og steðga harvið nukleinsýruframleiðsluni. Nitrofuran. Nitrofuranir eru ein bólkur av antibiotika. Tey virka við at oyðileggja DNA-bygnaðin og drepa harvið bakteriuna. Trimethoprim. Trimethoprim er eitt antibiotikum. Tað virkar við at tálma ensymið dihydrofolat reduktase (DHFR), sum er eitt týdningarmikið ensym í DNA framleiðsluni. Hetta elvir til at bakterian kemur at mangla byggisteinar til DNA, og far sostatt ikki deilt seg. Sulfonamid. Sulfonamidir eru ein bólkur av antibiotika. Tey ávirka DNA-replikatiónina, so bakterian ikki fær deilt seg. Tey virka bakteriustatiskt. Bótólvsøka. Bótólvsøka ella bótólvsmessa er 17. juni. Dagurin eitur eftir einum benadiktinaramunki, Bótólvi ella Botholphus, sum seint í 7. øld grundaði eitt kleystur í Lincolnshire í Onglandi. Benediktsskipanin. Benediktsskipanin er ein katólsk kleysturskipan, ið varð stovnað av Bænadikti úr Nursia (Benedictus) á fjallinum Monte Casino í Italia í 529. Nyttingnes. Nyttingnes er ein bygd í Flora kommunu í Noregi. Nyttingnes liggur eystan fyri Florø. Bygdin hevur 24 íbúgvar (2007). Heraklit. Heraklit (540 - 480 f.kr.) var grikskur heimspekingur og kallast ofta "Heraklit hin Torskildi", av tí at verk hansara einans eru til í pettum og eru ring at skilja og seta saman í heild. Hann er kendur fyri at hava sagt, at ógjørligt er at stíga niður í somu á tvær ferðir, av tí at "alt broytist". Parmenides. Parmenides úr Elea (á grikskum: "Παρμενίδης ο Έλεάτης") var grikskur heimspekingur, ið livdi í 5. øld f.kr og ein av teimum allratýdningarmestu presokratisku heimspekingunum. Hann var næmingur hjá Eimeinias og grundlegði lærda akademiið í Elea, har Zeno úr Elea og Melissos úr Samos lósu. Einasta, ið liggur eftir Parmenides, eru nøkur brot úr yrking, ið nevnist "Um náttúruna". Vit hava bara 150 reglur - upprunaliga sigst hon at hava verið 3.000. Hon er býtt upp í 3 partar. Fyrst er inngangur, fyrri partur nevnist "Sannleikin" ("alateia"), og annar partur nevnist "Hvussu alt tykist vera" ("doxa"). Brotini verða tulkað á tann hátt, at Parmenides helt, at í veruleikanum er einki, sum tað tykist vera - vit fata umstøður okkara skeivt - (hetta lýsir hann í "doxa"), og at handan alt er Sannleikin Mikli (og hetta lýsir hann í "alateiu"). Hendan mikla sannleika nevnir Parmenides "einveru". Tessvegna er Parmenides faðirin at dualismuni. Læra Parmenidesar er hin øvugta av læru Heraklits. Sokrates. Sokrates (470 f.Kr. - 399 f.Kr.) var grikskur heimspekingur. Hann skrivaði einki sjálvur, og vit vita bara um hann frá Platon, Aristoteles, herføraranum Xenofon og komediuskaldinum Aristofanes. Hesir menn hava ymsar fatanir av Sokratesi. Platon lýsir hann sum miklan vísmann og annars eitt stásfólk. Xenofon lýsir Sokrates sum eitt slag av vandaleysum miðalhampamanni. Aristofanes ger í komediu síni "Skýggjunum" gjøldur burtur úr Sokratesi, sum gongur og spyr býttar spurningar. Sambært Platoni gekk Sokrates einans og spákaði runt í Athen og prátaði við fólk, og kom so líðandi inn á heimspekiligar spurningar. Sokrates helt, at vit øll innast inni eru alvitandi, og at við at spyrja spurningar, kunnu vit koma fram á hetta guddómsliga innlit, sum vit øll hava í sálum okkara. Hesin máti nevnist "more Socratico" - Sokrateski mátin. Sagt verður, at mamma Sokrates var ljósmóðir, og at Sokrates uppfataði sín spyrjandi framferðarhátt sum ein "ljósmøðrahátt", har hann fekk tankar at føðast. Sokrates var biddari, og sambært keldum var hann ikki sørt tuflaður undir konuni Xantippu, rýmdi ofta heimanifrá undan henni. Tað verður stundum sagt um eina grussu, at hon er ein "xantippa". Í verki Platons "Verjurøða Sokratessar", sum J.H.O. Djurhuus týddi til føroyskt, og sum skal vera Sokratessar veruliga verjurøða, nevnir Sokrates, at sín góði vinur Karifon einaferð spurdi oraklið í Delfi, um nakar var vísari enn Sokrates. Tá segði oraklið nei, og Karifon nevndi so hetta fyri Sokratesi. Sokrates undraðist stórliga á hesa framsøgn hjá oraklinum, til hann gjørdi ta niðurstøðu, at oraklið hevði rætt, av tí at Sokrates "visti, hvussu lítið hann visti", meðan fólk flest hildu seg vita nógv, tá tey í veruleikanum einki vistu. Í árinum 399 varð Sokrates dømdur til deyðis fyri at hava "siðspilt" ungdómin í Athen, og hann varð dømdur at drekka kók av eini eitrandi plantu. Hetta gjørdi hann uttan at blunka. Í verki sínum "Feidon", sum J.H.O. Djurhuus týddi til føroyskt, lýsir Platon gjølla, hvussu Sokrates drekkur eitrið og doyr - fyrst missir hann kensluna í fótum, so beinunum, og so víðari allan vegin uppeftir, til hann doyr. Hesar lýsingar Platons tulka summi sum lýsing av heimspeki hansara - tá sálin fer úr likaminum, gerst fræls. Guy de Maupassant. Guy de Maupassant (1850 - 1893) var ein franskur høvundur og yrkjari sum skrivaði fleiri enn 300 stuttsøgur. Hann verður sagdur at hava skrivað bestu stuttsøgurnar á fronskum yvirhøvur. Tær eru lutligar, málsliga fullkomiligar og speiskar. Tær flestu eru sera stuttar og snúgva seg um gerandishendingar, men eru tó sálarfrøðiliga gløggar og lata nógv vera ósagt. Ein beiggi hansara gjørdist svakur, og Guy hjálpti til við at fáa hann innlagdan; í hurðini vendi beiggin sær á og segði við Guy: "Tað eri ikki eg, sum eri tann svaki í okkara familju - tað er tú!" Maupassant fekk syfilis, tá hann var ungur, og seinni í lívinum varð hann innlagdur á sinnissjúkrahús, har hann doyði. "Horlin" er kendasta stuttsøga Maupassants - hon er um ein, sum blívur svakur - og hon varð skrivað áðrenn hann visti av, at hann hevði hesa serligu kynssjúku. Tvær av søgum hansara hevur Jakob Jakobsen, doktari, týtt til føroyskt sum bókmentaliga roynd við ljóðfrøðiligu stavseting síni frá 1889. Tær eru "Á Hävenun" og "Tvair vinir", báðar givnar út í 1891 í lítlu bókini: "Tvär smásøvur" av Guy de Maupassant, sættar út uppá førist. Tórshavn 1891. (Bókagarður, Emil Thomsen, 1977) Edgar Allan Poe. Edgar Allan Poe (1809 - 1849) var ein amerikanskur dypsomaniskur høvundur og yrkjari. Hann hevur umdømið at vera heimsins ólukkuligasti høvundur. Hann menti stuttsøgutekstaslagið til størsta skaldskap og skrivaði tey bestu ummælini í Amerika í síni samtíð. Flestu søgur hansara eru sera stuttar, og hetta er tí, at hann vildi skera alt óneyðugt burtur, og einans at lýsa tað, ið hevði týdning fyri søgugongdina. Hansara stílur var at byrja við støði í øðrum, til dømis De Quincey, Feliciu Hemans, og serliga Hoffmann, og so at beina evnini hjá teimum onkran annan veg og fáa annað og meir burturúr. Eisini nevndi hann Føroyar í eini av kendastu stuttsøgum sínum, sum eitur Niður Í Meldurstreymin. Franz Kafka. Franz Kafka (3. juli 1883 – 3. juni 1924) var kekkiskur rithøvundur av jødiskum uppruna. Hann skrivaði á týskum. Hann varð føddur og uppvaksin í Prag, Kekkia. Pápin var ein ríkur, kekkiskur keypmaður. Franz las løgfrøði, men so líðandi gjørdist tað honum ein ótolandi byrða at noyðast at vinna til lívsins uppihald við slíkum lítið avbjóðandi skrivstovuarbeiði. Hann segði tí upp og halgaði seg skrivingini burturav. Hann trúlovaðist nakrar ferðir, men gjørdist sjúkur av tuberklum og flutti á eitt sanatorium at búgva. Kafka var sera kenslusamur, og hopleysu romansurnar hjá honum, eins væl og trupla sambandið við pápan, oyðiløgdu til endans heilsu hansara, og "hungursárini" í Berlin eftir 1918 vóru dropin. Hann doyði í 1924. Hóast Kafka var kekki, skrivaði hann allar sínar bøkur á týskum. Sjey teirra vórðu útgivnar, meðan hann enn var á lívi. Hann skrivaði tríggjar skaldsøgur, sum allar komu út, eftir hann var deyður - "Der Prozess" kom út í 1925, "Das Schloss" í 1926 (óliðug) og "Amerika" í 1927. Bøkur. Upprunaheitið stendur fremst, í klombrum er danska heitið og útgávuárið, niðast verður ein bók nevnd, sum er týdd til føroyskt. Kim Simonsen. Kim Simonsen hevur verið lektari við Bergens Universitet og er Senor Fellow við Vossius Centre við lærda hákúlan í Amsterdam, har hann eisini arbeiðir á sentrinum fyri Europan Studies á deildini SPIN - Study Platform on Interlocking Nationalisms. Hann er ph.d.-vegleiðari í Amsterdam og hevur verið í ph.d.-nevndum td. í Onglandi. Hann er føroyskur høvundur, mag.art og Ph.d. við styrki frá Danska Granskingarráðinum (FKK). Í 2013 gjørdist hann ph.d. á ph.d.-skúlanum Evropeisk Mentanarsøga millum søgudeildina og bókmentir/nordiskt á Roskilde Universitet. Vegleiðarar vóru søgufrøðingurin professarin ph.d. Anette Warring og professarin Dr. phil. Svend Erik Larsen frá Deildini fyri Bókmentasøgu við Aarhus Universitet. 2019- Faroese Grants for the Arts 2019- Senor Fellow við Vossius Centre við lærda Hákúlan í Amsterdam. 2018- Lektari við Bergens Universitet har hann stóð roynd í adjunktpedagogikum í január 2019. 2016-2020 Ph.d.-vegleiðari fyri Tim van Gerven á European Studies University of Amsterdam. 2017-2018 Leiðari fyri vísundaliga netverkið "North Atlantic Digital Repatriation and Cultural Heritage Network". Supported by the Nordic Cultural Point. 2014-2017 Carlsberg Foundation Foreign Scholarship post.doc. University of Amsterdam, SPIN: Study Platform of Interlocking Nationalisms. 2014-2017 Leiðari fyri netverkið: Network on "Romantic Travel Writing to the Far North 1800-1900". Supported by the Nordic Cultural Point. 2015 Var hann í starvi sum coordinator of ERNiE (Encyclopedia of European Cultural Nationalism) á University of Amsterdam fyri prof. Joep Leerssen. 2019- Ritstjóri og kurator m.a. av lista- og bókmentafestivalinum "Always Coming Home" gjørdur við "Laboratory for Aestetichs and Ecology" 10-14 juli 2019. 2019 Fyriskipari av "V. U. Hammershaimb framsýning, fagnaði og seminari" á Landsbókasavninum. Ritsjórn av temablaði av Frøði um V. U. Hammershaimb og frímerkjaútgávu av V. U. Hammershaimb við Posta og Ole Wich. 2019- Høvundi, týðari og sniðgevi av bókum. Veturin 2015 og várið 2016 var hann vitjandi granskari á Stanford University, Department of Comparative Literature and CESTA (Centre for Spatial and Textual Analysis). Í 2010 var hann vitjandi granskari á Amsterdams Universitet, har hann arbeiðir á sentrinum fyri Europan Studies á deildini SPIN - Study Platform on Interlocking nationalisms hjá granskarinum prof. Joep Leerssen. Í 2010 var hann vitjandi granskari á Columbia University í New York hjá Andreas Huyssen. Greinar og annað. 2015.             "Before the Library – A Wave in European History. Lyngbye, Davidsen & Rafn 1817-1828." Network for European Travel Writing to the Romantic Far North. University of Amsterdam & The National Library of the Faroe Islands. Aðrar bøkur. 2003.             "Dreymar um opin vindeygu". Mentunargrunnur Studentafelagsins, Copenhagen (Academic essays). Ritstjóri og samskipari av "proceedings" . (Co.). 2015-2016. "ERNIE – Encyclopedia of Romantic Nationalism in Europe". Samskipari av skandinaviska partinum. Ed. Forthcoming 2017, "Travel Writing to the Romantic far North - How the Romantic North was rediscovered though Romantic Historicism, Antiquarianism and travelling European “men of science and letters". Brill: Leiden. Úrval av seinastu "peer-reviewed" útgávum. (Kemur út í 2017). At redigere nationens erindring. Det Kongelige Nordiske      Oldskrifts Selskabs internationale netværk set igennem Carl Christian Rafns og Rasmus Rasks breve 1825-1864. Í: "Skandinavisme". The N. F. S. Grundtvig Centre: Århus. (Kemur út í 2017) The Royal Society of Northern Antiquaries and Carl Christian Rafn as a Forgotten Key Figure and Identity Entrepreneur of Pan-Scandinavianism.             Í: "NISE Papers". NISE: Antwerpen. (Kemur út í 2017). V. U. Hammershaimb's Collections of Faroese Folk Legends and his Corporation with Carl Christian Rafn and The Royal Society of Northern Antiquaries. Í: "The Grimm Ripples and the Genisis of Folk Legend Collection in the North". Ed. Joep Leerssen and Terry Gunnel. The Cultivation of Culture. Brill:Leiden. (Kemur út í 2017). Carl Christian Rafn and the Cultivation of Culture. In: "Icelandic Philology and National Culture, 1780-1918". Ed. Joep Leerssen & Gylfi Gunnlaugsson. The Cultivation of Culture. Brill: Leiden. (Kemur út í 2017). Elevating the Early Modern North. Images of the North and the Use of Ballads and Sagas by Early Modern Scholars. In: "Northern Visions in the pre Modern Era". Brepolis Press. (Kemur út í 2017) Paper Monuments of the North. The Royal Society of Northern Antiquaries, C.C. Rafn’s Letters and the Case of creating a Literature. In: "Building the North with words. Geographies of scientific knowledge in European philologies 1850–1950". FRIAS – USIAS. Freiburg. Ny Skandinavisk poesi. Konceptpoesi, Færøerne og Norden. Í: "Nordisk   Samtidspoesi". Ed. Ole Carlsen. CERCOP: Centre for Research in Contemporary Poetry. The Creation of a Romantic Canon – Canonisation, Philology and the Making of Cultural Saints. In: "Romantik – Journal for the Study of Romanticism". Litterær kanon, arkiv og erindring: Litterær kanon på Færøerne, Í: "Kanon i Norden". Nordisk Ministerråd. Migrationspoesi og litterære stereotyper En imagologisk læsning af Eva Tind Kristensens ”Do/_”. In: "Indvandreren i Dansk film og litteratur". Forlaget Spring. Hvor blev det af dig Færøerne i alt myldret?: - Fra postmodernisme til en global og erfaringsramt litteratur. Migration og det nationale i færøsk samtidslitteratur.', In: "Millennium. Nye retninger i nordisk litteratur." Forlaget Spring. Netwerke bei der Entstehung der färöischen Literatur. Hammershaimb, Schrøter und Lyngbye. Eina Kartografie der Dynamik des gesellschaftlichen Umfelds, d... In: "Tjaldur Mittelungsblatt des Deutch-Färöischen Freundeskreises", 13. januar 2013. Право вновь сказать что-то красивое… Несколько слов об изменениях в литературе Скандинавских стран в 2000–2006. Í: "The new philological bulletin." No. 1 (24) 2013. Networks in the Making of Faroese Literature: Hammershaimb, Schrøter and Lyngbye - mapping the dynamics of social ambience, institutional infrastructure and cultural practice around the publication of “Færøiske Qvæder om Sigurd Fafnersbane” in 1822., Published paper from the seminar on Clerics and the Vernacular, In: SPIN, Amsterdam, Holland. Færøske erindringssteder og erindringspolitik: Mellem trauma og sakralisering. Nationalisme og kristendom i færøsk erindringskultur, set gennem brugen af Færø Saga i nyere mindehøjtideligheder. In: "Den jyske historiker", 124, pp. 75-97 Alfrøði. 40 entries e.g. Carl Christian Rafn, Povl Frederik Barfod, Evald Tang Kristiansen, Universities Scandinavism – Institutions: Universities, University Chairs, Skandinavism. Culture-Historical Background, Political Development. In: "Encyclopædia of European Cultural Nationalism", Ed. Joep Leerssen. Amsterdam: Amsterdam University Press. See also: www.romanticnationalism.net Útvaldar "non peer-reviewed" útgávur. 2017 -Grein í. Bag de teglrøde mure. Regensen. Gyldendal. At redigere Nationens Erindring - Det kongelige nordiske oldskriftsselskabs Internationale netværk. Set igennem Carl Christian Rafns og Rasmus Rasks breve 1825-1864. Í: "Carlsbergsfondets Årsskrift" 2016. Áðrenn Bókasavnið. Í: "Frøði – The Faroese Academy of Sciences." Westerbeek. Í: "Posta Stamps", Nr. 26. Frímerkir og tjóðskaparligur samleiki – Føroysk frímerki sum minnisstaður. Í: "Frøði – The Faroese Academy of Sciences"... H. N. Jacobsen Bókhandil 150 ár. Í: "Posta Stamps", Nr. 24. Atkinson’s Expedition to the Faroes 1833. Í: "Posta Stamps", Nr. 22. Norðið – Tíðarinnar Rannsóknarstova. Í: "Varðin" 1, 2014. Stamps and National Identity – Faroese Stamps and Cultural Memory. "Posta", Tórshavn. From Post-Modernism to the New Modern Literary Scene in Faroese Poetry: An Insiders View. Í: "Scandinavian newsletter: a literary and cultural magazine," University of Groningen. V. U. Hammershaimb's Collections of Faroese Folk Legends, and his Corporation with Carl Christian Rafn and The Royal Society of Northern Antiquaries. Í: "The Grimm Ripples - The Genisis of Folk Legend Collection of the North. "Arranged by the University of Iceland and SPIN the University of Amsterdam. The Antiquitates Americanae Ripples - "Carl Christian Rafn, The Royal Society of Northern Antiquaries and the American Network." Ritstjórnað av: "Icelandic Philology and National Culture, 1780-1918" & SPIN, University of Amsterdam. The Royal Society of Northern Antiquaries and Carl Christian Rafn as a Forgotten Key Figure and Identity Entrepreneur of Pan-Scandinavianism. Í: "Protagonists of national movements A preliminary workshop". NISE. Prague, Charles University, Institute of Political Studies, 8. september 2016 At redigere nationens erindring. Det Kongelige Nordiske Oldskrifts Selskabs internationale netværk set igennem Carl Christian Rafns og Rasmus Rasks breve 1825-1864. Í: "Skandinavisme i 1800-tallet". Lysebu, Oslo. Arranged by the University of Oslo and the Grundtvig Centre at the University of Århus. The Ideologies of Northern Landscapes. Travel Writing in the Romantic Far North. Í: "Transit ´Norden´ och ´Europa´ at the IASS Congress Groningen". International Association of Scandinavian Studies. University of Groningen, 9 – 13 August 2016. Romantic Travel Writing to the Far North 1800-1900. Í: "The Travel Writing Seminar," Conference. University of Liverpool.  Liverpool. 24th of September 2016. Before the Library- A Wave in European Cultural History: Lyngbye, Davidsen and Rafn 1817-1828. "The Discovery of the Romantic North- Historicism, Antiquarianism and Traveling European “Men of Science and Letters” 1800-1900". The NETWORK ON TRAVEL WRITING TO THE ROMANTIC FAR NORTH 1800-1900. University of Amsterdam and The National Library of the Faroe Islands, Tórshavn, Faroe Islands. Cultural Memory and the Deep Freezer of Memory. Antiquarianism in the Faroe Islands, the Letters of C.C. Rafn to Faroese. "Rethinking Cultural Memory 1700-1850". Copenhagen University, 4-5 December. The Nordic Association for Romantic Studies (NARS) and SPIN, University of Copenhagen. Paper Monuments of the North. Philology and the construction of the modern nation. The Royal Society of Northern Antiquaries and Carl Christian Rafn’s letters. "CFP Geographies of Knowledge and Imagination. Philological Research on Northern Europe 1800–1950". International conference. FRIAS, Freiburg Institute for Advanced Studies. "Travel Writing to the Romantic North". Network on Travel Writing. University of Iceland and the National Library of Iceland. Islands: Nationalism and Literature in the Faroe Islands. StAnza Poetry Festival, St. Andrews Scotland. The Cultivation of the pan-Scandinavian”Nation” Cultural nationalism, pan-Scandinavism and C.C. Rafn’s and Rasmus Rask’s early philological work. "Northern Myths, Modern Identities: The Nationalization of Mythologies in Northern Europe". University of Groningen, the Netherlands. Philology, Antiquarianism among Network of Traveling Scholars in the North – C.C. Rafn and Rasmus Rask’s letters in a European Context. "Norden / The North: Anglo-Nordic Exchanges, 1700-1830" St. Mary's University, Strawberry Hill. (Key note speaker) Elevating the Early Modern North. Images of the North and the Use of Ballads and Sagas by Network of European Scholars – The case of C. C. Rafn and Rasmus Rask. "Northern visions in the pre-modern era - Arctic Research Centre at Umeå University." The Pastoral as a Genre of Memory. Travel Writing to the North and C. C. Rafn. "Hugvísundathing" (Humanities Festival) 2014, University of Iceland. "Are you Really Danish? Memory and Migration in new Avantgarde Danish Poetry. The Case of Eva Tind Kristensen’s “Do/-“." "Migration, Memory, and Place", The Danish Network for Cultural Memory Studies & Network for Migration and Culture. University of Copenhagen & Arken Museum of Modern Art, Ishøj, December 6th-7th The Making of the Hagiography of a 19th Century Poet: Remembrance, Icons, Sacred Places and the Relics of Martyrdom in the life of Nólsoyar Páll. CULTURAL SAINTS OF THE EUROPEAN NATION STATES - "4th International REELC/ENCLS Congress", Skopje & Ohrid Macedonia. September 1st-3rd. Memory Politics in the Case of National Stereotypes in the Canonization of a Faroese National Hero. Memory and/in Practice. Arranged by the "Danish Network for Cultural Memory", University of Copenhagen, June 3rd-4th. Palimpsest, Memory and Agency in Faroese/Danish Memory Politics - In the Case of National Stereotypes in the Canonization of a Faroese National Hero. "Norlit", University of Roskilde. August 4th-6th. We Will Not Forget: Comparative Literature and Memory Studies – the Case of Memory and Forgetting in the Emergence of Migrant Literature. At the "New School of Social Science" at the "The Limits of Memory, NSSR Memory Conference." New York. Remembrance, Icons, Sacred Places and the Relics of Martyrdom in the life of Nólsoyar Páll. "Memory and Forgetting in the Postcolonial Far North". University of Copenhagen and the University of Roskilde. Regions, Margins and the Avantgarde. "HISTORIZING THE AVANT-GARDE". Copenhagen University. November 20th-22nd. 2017              (Fortcoming). Contemporary Themes in Travel Writing Reasearch to the Far North. Nordic        Network, "TORCH. Oxford University". To Manage a Network on 19th Century Travel Writing. "Nordic Cultural Point's Annual Meeting for Long Term Network's". Oslo. November 2016 Carl Christian Rafns internationale netværk. "Nationalmuset Danmark," "The National Museum of Denmark". December 2016. The new Vernacular. Nationalism and Poetry. "University of Hong Kong" & the "Hong Kong House of Literature." 1st of June 2016. Travel Writing to the Romantic Far North 1800-1900. "The Travel" "Study Group", University of Amsterdam, European Studies. April, 2016. ERNiE and Digital Humanities. CESTA, University of Stanford. March 2016. Conceptual Poetry in Scandinavia. "Mantis, Stanford University", California. February 2016. The North Atlantic in Literature. "Vild med Ord", Århus Literary Festival. ERNiE and Romantic Nationalism. "The Faroese Research Council". "Annual Research day - Vísundavøka. Granskingarráðið." Stereotypes, Images in History and Self-understanding. "European Screen Talent & Århus Filmværksted" "and Klippfisk" Tórshavn. July, 2015. The North Atlantic Link in Poetry. At "StAnza – Scotlands International Poetry Festival", St. Andrews, Scotland. The International Networks of C.C. Rafn – Digital Humanities and Philology. In: "Arnamagneansk Institut" (The Arne Magnússon Institute),University of Copenhagen. Travel Writing to the Far North 1800-1900 – traveling philologists and Digital Humanities. "Reykjavík Academian". Self-images, exoticism and travel writing. "The University of the Faroe Islands". Talk/interview with Kim Leine, the Winner of the Nordic Councils Literary Price 2013. "Nordic House", Tórshavn, the Faroe Islands. Nationalism, self-images, exoticism and travel writing. "The Library in Sandur", Faroe Islands. Images and Self-images. "The Nordic House", The Faroe Islands. (also held at Tvøroyri, Klaksvik, Runavík). Images of the Faroese and Faroese Self-images. "Library Runavík", Faroe Islands. National Stereotypes in travel literature on the Faroe Islands and the Emergence of Faroese Identity. "University of Copenhagen, June 21st." Minnismentan, ímyndir og ferðafrásagnir – Ímyndir av føroyingum í útlenskum ferðafrásøgnum og sjálvsmyndir føroyinga. "The Faroese House", Copenhagen. Nationale Stereotyper i rejselitteratur. "The Department of Scandinavian Studies". Ernst Moritz-Arndt University, Greifsvald, July 3rd. From Post-Modernism to the New Modern Literary Scene in Faroese Poetry: An Insiders View. In: "Scandinavian newsletter: a literary and cultural magazine," University of Groningen. 2016.             Expert in Danish Television in a series in four parts about Denmark and the North                       Atlantic. "Danmarks Radio (DR)." 2015.             Expert helper to BBC series on "Early Modern Travel Writers". 2015.             Poetry is alive and well and a hit with the younger generation. 2. March. "The Herald,"                  Scotland. 2015.             Mention in "Fife Today" 15. April 2015. Frímerkir og føroyskur samleiki. In: "PREI", nr. 2. Frímerkir og føroysk minnismentan – George Clayton Atkinson í Føroyum 1833. In: "Dimmalætting." Europeiskar ímyndir og sjálvsmynd okkara. Sosialurin, 89. Minnismentan og list: Listin í almenna rúminum, "Dimmalætting", 70. Café Takksemi - og aðrir tankar úr San Francisco, "Dimmalætting", 113. At brúka søguna og bardagan um minnismentan okkara: Eitt perspektiv til Virgar og hini, "Sosialurin" 54 Forlagið Eksil. Kim Simonsen eigur forlagið Eksil, ið higartil hevur útgivið 19 bøkur. Eksil hevur m.a. útgivið hesar bøkur Flora kommuna. Flora kommuna er ein kommuna í Sogn og Fjordane fylki í Noregi. Flora kommuna fevnir um bygdirnar Norddalsfjord, Eikefjord, Brandsøy, Stavang, Høydalane, Nyttingnes, Steinhovden, Svardal og Løkkebø. Íbúgvaratalið tann 31. mars 2013: 11 733 fólk. Platon. Platon (á grikskum: Πλάτων) (428/427 f.Kr. – 348/347 f.Kr.) var grikskur heimspekingur. Hann æt upprunaliga Aristoklis, men varð kallaður Platon (Plàtōn), ið merkir "ennisbreiði". Hann, Sokrates og Aristoteles løgdu støðið undir vesturlendska heimspeki. Platon fekst eisini við støddfrøði, og hann stovnaði Akademiið í Athen, sum var allarfyrsti lærdi háskúlin í Vesturheiminum. Hann skrivaði mest samrøður, sum nevnast "sokratisku samrøðurnar", av tí at Platon nýtir Sokrates sum høvuðspersón, og kunnger umvegis hann boðskap og heimspeki sína. Verk Platons eru í høvuðsheitum støðið undir skilvísi, retorikki, støddfrøði og heimspeki sum heild. Platon verður ofta settur upp móti næmingi sínum, Aristotelesi, hvørs heimspeki var tann øvugta av Platonsa, av tí at hon einans var støddfrøðislig og bygd á eygleiðingar. Miðøldin var góð við Aristoteles og tók hann fram um Platon, men í Býsantiska ríkinum varð nógv granskað í Platoni. Platonisma. Tað at nokta materiellu kringumstøðurnar hjá okkum og tær avleiðingar, ið hetta hevur, eins og Sokrates ofta gjørdi, nevnist oftani "platonisma". Í fleiri av verkum Platons - serliga Politeiu - kemur Sokrates og vendir vanliga mátanum, sum vit fata heimin kring okkum á, og tað, vit kunnu vita, fullkomiliga á høvdið - hann avnoktar sansirnar fullkomiliga. Í verkinum "Teatetos" letur hann Sokrates siga, at slík fólk, sum trúgva á sansirnar, eru "eu a-musoi", sum merkir "glað uttan musurnar". Hetta merkir í stuttum, at tey liva uttan guddómsligan íblástur, sum í einum glotta kann vísa teimum hin hægra veruleikan. Í holulíknilsinum kunnger Platon bæði vitanarfrøði og politikk sín. Holulíknilsið snýr seg um, at tann, sum ger seg frían av leinkjunum og fer út úr holuni og upp í sólarljósið, hann eigur at stýra samfelagnum. Tann upplýsti hevur skyldu til at fara frá tí bara at sita og filosofera, og til at stýra samfelagnum, av tí at hesin hevur "hitt háleitta innlitið". Hesir persónar nevnast "heimspekiskongar". Charles Bukowski. Henry Charles Bukowski (16. august 1920 – 9. mars 1994) var yrkjari og stuttsøgurithøvundur úr Los Angeles, Kalifornia. Verk hansara bera sera nógvan dám av huglagnum í Los Angeles. Bukowski hevur ávirkað sera nógvar rithøvundar, og hann verður sera ofta endurgivin (eisini í Føroyum). Hann yrkti fleiri túsund yrkingar, skrivaði seks skaldsøgur og fleiri hundrað stuttsøgur. Hann útgav fleiri enn hálvtrýss bøkur. Pseudovísindi. Eitisvísindi ella pseudovísindi ("pseudo-" úr grikskum, falskt) eru evni, sum verða førd fram, sum um tey hava grundarlag í vísindaligum arbeiðslagi, men ikki hava tað. Rógving. Rógving er tá ein ella fleiri persónar sita í einum árabáti og rógva við árum. Árarnar eru festar í bátin, ofta við bandi. Talan kann vera um ymisk sløg av bátum, í føroyum er mest vanligi árabáturinin føroyski træbáturin, sum verður nógv brúktur til kappróður. Fyrr í tíðini vóru hesir árabátar vanligir til útróður, teir vóru eitt neyðugt amboð til tess at skaffa føði. Føroyingar hava klárað seg væl í ymiskum sløgum av rógving, t.d. hevur Livar Nysted sett heimsmet, tá hann saman við trimum øðrum róði frá New York til Scilly Oyggjarnar á 43 dagar, 21 tímar og 26 minuttir hin 31. juli 2010. Sverri Sandberg Nielsen gjørdist heimsmeistari í inniróðri fyri ung í februar 2011. Katrin Olsen luttók fyri Danmark á OL 2008 saman við Juliane Elander, tær róu í dupultum lættvekts skullara og endaðu á 7. plássi. Kappróður er tjóðaríttróttur føroyinga. Sjón (rithøvundur). Sjón er stuttnevni hjá íslendska rithøvundinum Sigurjón B. Sigurðsson (f. 27. august 1962). Sjón gav fyrsta yrkingasavn sítt út á egnum forlagi í 1978. Í 1986 gav hann út skaldsøguna "Stálnótt". Fyrsta bók hansara, sum er týdd til danskt, er skaldsøgan "Augu þín sáu mig" frá 2002 (Dine øje så mig). Serliga kendur gjørdist hann fyri bókina Skugga-Baldur (2003), ið hann vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri í 2005. Skugga-Baldur kom út á føroyskum í 2006 í týðing eftir Jákup í Skemmuni. Í 2005 gav hann út bókina Argóarflísin (á donskum: "Splinten fra Argo"), har hann flættar saman gamlar íslendskar sjómannasøgur og forgrikskar gudasøgur. Sjón hevur eisini skrivað fleiri av sangunum til filmin "Dancer in the Dark" (2000) hjá Lars von Trier, har íslendska Björk hevði høvuðsleiklutin. Bibliografi. "Heitið á ensku týðingini stendur fremst og uppruna íslendska heitið í klombrum" Yrkingar. "Heitið á ensku týðingini stendur fremst og uppruna íslendska heitið í klombrum" Dansifelagið í Havn. Dansifelagið í Havn varð sett á stovn í oktober 1952, og er elsta dansifelag í landinum. Tað hevði verið vanligt við føroyskum dansi í Sjónleikarhúsinum, men nøkur fólk hildu hetta vera ov óskipað og tóku seg tí saman at gera eitt rættiligt dansifelag. Tá felagið varð sett á stovn, taldi tað 20 limir. Nú eru umleið 110 limir í Dansifelagnum í Havn. Dansur er hvørt fríggjakvøld kl. 22.00 í vetrarhálvuni, frá seinast í oktobur til føstulávint. Dansifelagið í Havn skipar eisini, saman við Norðurlandahúsinum, fyri barnadansi. Hesin er somuleiðis hvørt fríggjakvøld kl. 20.00-21.00 í Norðurlandahúsinum. Dansitíðin byrjar við aðalfundinum hjá felagnum, sum vanliga er um 20. oktobur. Tá er eisini høvi hjá nýggjum limum at tekna seg. IKEA. IKEA handlar eru at finna nógvastaðna í heiminum. IKEA er ein svensk handilsketa, sum er skrásett í Niðurlondum, sum selur bíligt innbúgv og búnyttur. Fyritøkan varð sett á stovn í Svøríki í 1943, tað var tann tá 17-ára gamli Ingvar Kamprad, ið stovnaði IKEA. Í januar 2008 var fyritøkan heimsins størsti møblahandil, og eigarin var tá skrásettur sum ein av heimsins ríkastu persónum. Seinast í 1970-árunum bar til at keypa IKEA-vørur í Føroyum. Tað var ikki ein handil sum so men meiri ein sýnisgluggi fyri IKEA-vørur, har fólk kundu hyggja og síðani bíleggja sjálvi via postordra. Ongin IKEA handil er í Føroyum. "Góð sniðgeving skal ikki bara vera fyri tey ríku". Tað hevur í 100 ár verið hugsjónin aftan fyri deseinið hjá týska Bauhaus, danska FDB møblar og svenska Ikea. Men bara Ikea hevur megnað at selt hugsjónina til fólkið við góðum úrsliti. Andorra. Andorra (katalanskt: "Andorra"), alment: Prinsadømið Andorra (katalanskt: "Principat d'Andorra") er eitt lítið landfast land í Útsynningsevropa í eystaru Pyreneunum og hevur mark við Spaniu og Frakland. Høgt uppi í Pyrineafjøllum, á markinum ímillum Fraklands og Spania, er lítla landið Andorra. Landið er fríríki, og stjørnarovastar eru spanski biskupurin av Uruguel í landnyrðingsspania og franski forsetin í felag. Katanlanskt er alment mál; men mong tala eisini franskt og spanskt. Einasti stóri býur í landinum er høvuðsstaðurin, Andorra la Vella. Navnauppruni. Navnið "Andorra" er av ókendum uppruna, men (sambært Joan Coromines) heilt vist fyrirómverskt. Politikkur. Landið verður stýrt av einum tingi (Consell General) við 28 tingmonnum, sum velja ein syndikus og tveir hjálparmenn til at hava umsitingina í hondum. Landafrøði. Á markinum millum Spania og Frakland er víðført fjallalendi, Pyreneurnar. Hetta eru høg fjøll, summir topparnir fara upp um 3,000 m. Í einum dali uppi millum fjøllini er eitt lítið sjálvstøðugt land, Andorra. Fólkasamanseting. Tann rómversk-katólska kirkjan er størsti trúarbólkur í Andorra; umleið 88 % av fólkinum eru rómverskir katolikkar í 2011. Mál. Tað almenna málið er katalanskt, men tó eru tað mong, ið tosa spanskt. Í Andorra hevur eisini spanskt støðu sum alment viðurkent minnilutamál. Filmseftirlitið. Filmseftirlitið varð formliga sett á stovn í 1976, og virkaði eftir eini lóg frá 1938 og eini kunngerð frá 1960. Eftirlitið hevði til uppgávu at meta um, um filmar, ið sýndir vórðu alment í Føroyum, vóru hóskandi. Hetta hevði við sær, at Filmseftirlitið kundi seta aldursmark á filmar, og í summum førum klippa óhóskandi brot burturúr filmum, um hetta ikki hevði týdning fyri søgugongdina. Antipasti. Antipasti er italienskt fyri "forrættur" - ella rættari sagt "forrættir", av tí at vanligt nýtti formurin "antipasti" er fleirtal av "antipasto". "Anti" merkir "áðrenn". Antipasti er munnbitar av t.d. pylsum, skinku, osti, oliven og breyði. Tað svarar nøkurlunda til spanska fyribrigdið tapas. Roskilde Festival. Roskilde Festival er ein tann kendasti tónleika festivalurin í Norðanlondum. Hesin festivalur hevur verið afturvendandi síðan 1971. Nógv verður gjørt burturúr honum og nógv kend nøvn eru á skránni hvørt ár. Atgongumerki til festivalin kosta 1785 kr - 2800 kr. Prísurin varierar alt eftir um tú ynskir teltpláss ella ikki. Í 1979 var føroyska innslagið á Roskilde-Festivalinum presturin Jóhann Nielsen, sum helt alternativu gudstænastuna ílatin føroyska troyggju og cowboybuksur. Heimasíðan hjá Roskilde Festival har tú kanst lesa meira um festivalin kan síggjast. Ferðsluljós. Ljóskurvar. Í Føroyum eru fýra ljóskurvar; tríggjar teirra standa á strekkinum Bøkjarabrekka – Niels Winthers gøta – Jóannesar Paturssonar gøta í Havn, og fjórða ljóskurvin er í Norðdepli. Fyri at loysa ferðslutrupulleikar setti Tórshavnar Býráð í 1979 upp ljóskurvar uttan fyri Hotel Hafnia í Havn. Bussleiðin. Bussleiðin, sum er savnaða heitið fyri býbussarnar í Havn, byrjaði í 1979. Frá fyrstan tíð var ætlanin, at eingin skuldi hava longri enn 150m at ganga til nærmasta busssteðgistaðið. Seinastu árini hevur tað verið ókeypis at koyra við Bussleiðini í Havn. Hetta var ein roynd í 2007, og árið eftir varð avgjørt at halda fram við hesi skipan. Ferðaætlanin verður býtt sundur í 5 bussleiðir og 6 skúlaleiðir. Í 2011 vóru 14 nýggir bussar keyptir til býbusskoyringini hjá Tórshavnar kommunu. Teir nýggju bussarnir eru betri egnaðir til barnavognar o.a. Bussarnir eru nú útgjørdir við KT-tøkni. Umframt at teldusamband er í bussinum ber til við fartelefon at síggja, hvar bussurin er. Bussleiðirnar. Bussleiðirnar eita 1, 2, 3, 4, 5V og 5E. Leið eitt koyrir út á Hamarin í Argjum, Landssjúkrahúsið, til Handilsskúlan, í miðbýnum og niðan á Ternurygg, leið 2 koyrir til Argja skúla, Eysturskúlan, Studentaskúlan, Inni á Gøtu, Løgmannabreyt, Hoyvíkar Skúla, Berjabrekku, miðbýin og Landssjúkrahúsið. Leið 3 koyrir til Norðasta Horn, Miðbýin, Berjabrekku, Millum Gilja, Skúlan við Løgmannabreyt, Hoyvíkar Skúla, Studentaskúlan og Eysturskúlan. Leið 4 koyrir eitt nú norður til Kollafjarðar, til Farstøðina í Havn, Handilsskúlan, Svimjihøllina, á Hálsi, Studentaskúlan, Undir Krákugjógv, Svimjihøllina, Signabø, Við Sjógv og Norðuri í Sundum. Leið 5V koyrir eitt nú til Kaldbak, Kaldbaksbotn, Sandvíkarhjalla, Hvítanes, Studentaskúlan, Norðasta Horn, Velbastað (til Frískúlan), Kirkjubø og Norðasta Horn umframt ymsastaðni í Miðbýnum. Leið 5E koyrir eitt nú til Kirkjubø, Gomlu Rætt, Velbastað, Norðasta Horn, Tekniska Skúla, Eysturskúlan, Studentaskúlan, Hvítanes, Sandvíkarhjalla og Kaldbak. Bussleiðin koyrir ikki sunnu- og haldidagar, um ikki annað er lýst, leið 5E og 5V koyra bert mánadag til fríggjadag, um ikki annað er lýst. Tvíkilja. Ein tvíkilja er ein bátur við tveimum kjølum. Tvíkiljur í Føroyum. Í 1979 var norska tvíkiljan Hornøy frá Hammerfest í Føroyum og sigldi royndarsigling í tvær vikur. Siglt varð millum Havn, Klaksvík, Vág og Tvøroyri. Tað var Strandferðslan, sum hevði leigað Hornøy, meðan Smyril var tikin úr innanoyggjasigling í summartíðini. Káta Hornið. Káta Hornið ("Glade Hjørn") er mitt í Niels Finsens gøtu í Havn við brunnin við dansandi børnum. Klamydia. Klamydia er vanlig kynssjúka, ið kemur av smittu við bakteriuni Chlamydia trachomatis. Klamydia er ein ein bakteria, sum er orsøkin til mest vanligu kynssjúkuna millum ung, eisini í Føroyum. Klamydia smittar við samlegu. Klamydiaátakið 2010 vísti, at av teimum sum lótu seg kannað, høvdu 7 % Klamydia. Líknandi kanningar aðrastaðni vísa, at millum 5 og 8 % hava Klamydia. Hildið verður, at umleið 7. hvør ungur í Føroyum antin hevur ella hevur havt Klamydia. Klamydia kann gera tað verri fyri kvinnuna at gerast við barn, um hon ikki fær viðgerð, umframt, at graviditetur uttanfyri lívmóðurina kann vera sera vandamikil fyri kvinnuna. Hjá monnunum hevur Klamydia ikki so álvarsligar fylgjur, hóast hon ikki verður viðgjørd, men kann verða ótespilig at ganga við. Hjá nøkrum førir hon tó til bruna í eistrunum. Babsk. Babsk er ein bygd, ið liggur mitt í Póllandi umleið 75 kilometrar í ein landsynning av Warszawa og 11 kilometrar í ein útnyrðing av Biała Rawska. Bygdin liggur í landslutinum Łódź og hevur umleið 700 íbúgvar (2006). Łódź. Łódź (IPA:) er ein býur í Póllandi. Łódź hevur 706 004 íbúgvar (2014) og varð grundaður í 1332. Býarteknið hjá Łódź er ein bátur, ið peikar á navnið á býnum, ið merkir "bátur". Byin.fo. Byin.fo er samtak fyri dansi- og skeinkistøðini Rex, Eclipse, Manhattan, Café Natúr og Cippo, øll í Havn. Rex og Eclipse halda til í bygninginum hjá Havnar Klubba, Café Natúr er við niðara enda á Áarvegnum, og Manhattan og Cippo húsast í sama bygningi sum matstovan Rio Bravo á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta. Manhattan og Cippo. Har sum Cippo er, stóðu inntil 1980 eini sethús, nevnd húsini hjá Lamba-Jóannesi. S. H. Jakobsen radiohandil keypti húsini í 1977, og reiv tey niður í 1980 fyri at gera rúm fyri einum nýggjum bygningi. Í dag er partur av økinum, har húsini stóðu, tún framman fyri Cippo. Áarvegurin. Áarvegurin er í Havn og gongur frá Vaglinum oman á Kongabrúnna. Har sum Áarvegurin er, rann áður Havnará mitt gjøgnum býin, men nú rennur hon undir vegnum. Tosað hevur verið um at lata Havnará upp aftur, men tað fer at kosta mikið stríð at reinsa hana, so hon verður snøgg á at líta aftur. Tórsgøta. Tórsgøta er ein gøta mitt í Havn, har tónleikatiltøk og onnur tiltøk av og á verða hildin. Umframt at gøtan eitur Tórsgøta nevnir Tórshavnar kommuna eisini gøtuna "mentanargøtan". Tórsgøta byrjar niðri í Vágsbotni, har sum Miðlahúsið og Hotel Tórshavn eru. Í gøtuni eru millum annað Gamla Meiaríið, har Tjóðpallur Føroya húsast, ungdómshúsið Margarinfabrikkin, kantinan hjá Tórshavnar Kommunu í Posthúskjallaranum, niðast í gøtuni eru Hotel Tórshavn við matstovuni Hvonn og Miðlahúsið. Ólavsøkukonsertin í Tórsgøtu. Seinastu árini hevur Ólavsøkukonsertin verið hildin í Tórsgøtu. Asfalt í Tórsgøtu. Tónleikatiltakið Asfalt hevur eisini verið í Tórsgøtu í fleiri ár fyrst í juni. Í 2008 var ASFALT tó avlýst. Í 2009 var Asfalt tónleikatiltakið aftur á skránni, men hesaferð tíðliga í juli. Í 2007 var eisini eitt tiltak fyri børn á Asfalt tiltakinum. Hvonn (matstova). a> og matstovan Hvonn eru í bygninginum høgrumegin. Hvonn er matstova á Hotel Tórshavn í Havn, sum læt upp í 2006. Matstovan er í tveimum hæddum. Ovara hæddin er ein nýmótans restauratión við modernaðari matskrá, og niðara hæddin er café um dagin og barr um kvøldið. Matstova, café og barr eru øll roykfrí, royking er einans loyvd á terrassuni uttan fyri caféina. Neistin. a>. Tær vunnu 27-24. Á myndini sæst Rakul Augustinussen við steypinum. Hondbóltsfelagið Neistin í Havn varð stovnað 21. mars 1931. Í apríl 2011 vunnu bæði mans- og kvinnuliðini hjá Neistanum føroyameistaraheitið. Tað ver fyrstu ferð síðan 1978, at bæði liðini hjá Neistanum vunnu føroyameistaraheitið sama kappingarár. Í februar 2013 vunnu kvinnurnar hjá Neistanum steypakappingina. Steypavinnarar. Steypakappingin í hondbólti hevur verið fyriskipað í Føroyum síðan 1985 fyri menn og síðan1987 fyri kvinnur. Neistin hevur vunnið steypakappingina fleiri ferðir, bæði hjá kvinnum og monnum. Neistin kvinnur í Steypakappingini. Besta kvinnuliðið hjá Neistanum hevur vunnið Steypakappingina í hondbólti 12 ferðir: 1987, 1988, 1989, 1990, 1992, 1994, 1995, 1996, 1997, 1998, 2006 og 2012. Neistin menn í Steypakappingini. Besta mansliðið hjá Neistanum hevur vunnið Steypakappingina í hondbólti 6 ferðir: 1992, 1994, 2009, 2010, 2011 og 2012. Neistin kvinnur í FM. Besta kvinnuliðið hjá Neistanum hevur vunnið FM 38 ferðir: 1943, 1946, 1948, 1952, 1953, 1954, 1955, 1956, 1957, 1959, 1966, 1967, 1969, 1970, 1971, 1972, 1973, 1974, 1975, 1978, 1979, 1980, 1982, 1983, 1984, 1985, 1986, 1987, 1988, 1989, 1990, 1992, 1994, 1995, 1996, 1997, 2011 og 2012. Neistin menn í FM. Besta mansliðið hjá Neistanum hevur vunnið FM 8 ferðir: 1949, 1953, 1955, 1978, 2000, 2008, 2010 og 2011. Neistin fyrsta føroyska hondbóltsfelag sum kom víðari í Europa. Í 2011 spældi Neistin tveir altjóða dystir móti A C Latsia frá Kypros. Fyrri dysturin varð leiktur á Kypros 4. september 2011, Neistin vann tann dystin 17-30. Seinni dysturin varð leiktur í Høllini á Nabb hin 11. september 2011. Neistin vann heimadystin 37-25. Í alt var úrslitið: Neistin – A.C. Latsia 67 – 42 (37-25) (30-17). Næsta liðið, ið Neistin skal spæla ímóti verður Madeira, sum var nummar tvey í portugisisku deildini í 2010. Teir sum vóru við í hópinum tá teir leiktu útidystin vóru hesir: Eirikur Magnussen, Bogi Henriksen, Jugoslav Djumich, Andrias Nielsen, Heini Hanusarson, Sjúrður K. Thomassen, Guðfinnur Thorsteinsson, Carl Herup Olsen, Finnur Hansson, Eddie Joensen, Áki Mørk, Teitur Magnusson, Rósing Rasmussen, Josef Abrahamsen, Ári Dam, Bartal T. Kamban og Jón Ludvig. Hópurin hjá Neistanum í Sunsetdeildini (kvinnur) 2012/13. Venjari hjá Neistakvinnum í Sunsetdeildini eru Kári Horn, hjálparvenjari er Jákup Hanusson. "(Plássini niðanfyri eru tilvildarlig uttan hjá málmonnunum, hetta tí at fyrimyndin til talvuna er úr fótbóltinum, og tað er ringt at finna útav, hvør ið leikar sum verjuleikari og hvør sum álopsleikari í hondbólti)." Hópurin hjá Neistanum í Atlantic Airways kappingini (menn). Hópurin er dagførdir umvegis Burn Deildina 2020. .pl. .pl er økisnavn hjá Póllandi. .is. .is er økisnavn hjá Íslandi. .ee. .ee er økisnavn hjá Estlandi. .lv. .lv er økisnavn hjá Lettlandi. .ie. .ie er økisnavn hjá Írlandi. .gr. .gr er økisnavn hjá Grikkalandi. .pt. .pt er økisnavn hjá Portugal. .fr. .fr er økisnavn hjá Fraklandi. .tr. .tr er økisnavn hjá Turkalandi. .ru. .ru er økisnavn hjá Russlandi. Reykjavík. Reykjavík er høvuðsstaður í lýðveldinum Íslandi. Reykjavík hevur umleið 121 000 íbúgvar og er størsti býur í Íslandi. Stóra Reykjavíkarøkið hevur umleið 202 000 íbúgvar. Borgarstjóri er Dagur B. Eggertsson. Tað sigst, at Reykjavík er heimsins reinasti, grønasti, og tryggasti høvuðsstaður. Søga. Ingólfur Arnarson, sum kom úr Noregi, var fyrsti landnámsmaður Íslands og tók land í Íslandi í 874. Hann kom við konu sínari, Hallveig Fróðadóttur, syni sínum Þorsteini, og tveimum trælum sínum, sum itu Vífill og Karl. Vífill varpaði öndvegissúlurnar frá bátinum, tá ið Ingólfur sá landið. Vífill var nú frælsur, tí hann gjørdi hetta, og Ingólfur sendi hann á Vífilsstaðir, sum er nú øðrumegin bygdina Garðabær. Søgan er, at Ingólfur sá royk á víkini, sum hann var komin til, og hann kallaði tí víkina „Reykjavík“ (Roykja + vík), har sum býurin stendur nú. Tað eru ikki nógvar upplýsingar um Reykjavík í miðøldini. Nógvir tekstir um Reykjavík vísa bert á, at Reykjavík var ein bóndagarður. Í 18. øld, hevði Danmark hug at gera Reykjavík til ein stóran bý. Í 1752 gav kongurin Danmarkar landsóðal Reykjavík til Innréttingarnar. Formaður fyri Innréttingunum var Skúli Magnússon. Umleið ár 1750 vóru hús og íbúðapartar gjørdir til ullarverksmiðjur. Ullarverksmiðja var størsta verksmiðja í Reykjavík, og orsøk til, at Reykjavík var verðandi bygt øki. Í 1786 steðgaði Danmark einkarætt í Reykjavík og Íslandi. Reykjavík var nú keypstaður, og er 1786 mett sum føðingarárið hjá Reykjavík. Men Reykjavík var enn undir tí danska kongsríkinum. Nógv fólk úr Danmark komu og høvdu verkevni í Íslandi. Men í 19. øld bilgdust hugsanir um sjálvstøðu millum íslendingar. Síðan Reykjavík var størsta bygd í landinum, vaks hugsanin um sjálvstøðu í Reykjavík. Í 1845 endurstovnaðu íslendingar í Reykjavík Alþingið (Løgtingið Íslandi), sum var gamalt løgting í Íslandi árið 930. Hetta „Alþingið“ var stovnað á Tingvellum fyrst, men í 1845 tað var í Reykjavík. Altingið var stovnð í Reykjavík í 1845, tí hon var var høvuðsstaður í Íslands. Alþingið ella hitt íslendska løgting frá 1845 til 1874 hevði ikki løgstarv. Men í 1874 fekk Ísland stýrslagið og ið kom við løgstarv. Tann 1. desember 1918, Ísland var sjálvsálits land, men enn undir tí danska kongaríkinum. Hetta land æt Kongaríkið Íslands. Tað var heimskreppa í Reykjavík frá 1920 til 1930. Tá var stórt arbeiðsloysi. Hin 10. mai 1940, meðan Danmark var hersett av Týsklandi, kom seinni heimsbardagi til Íslands. Tað vóru 4 bretskir bátar sum komu á Reykjavíkar Havn. Eingin gjørdi mótstøðu. Bretland og Amerika gjørdu Keflavík flogvøllin og Reykjavík flogvøllin. Ísland vildi ikki luttaka í heimsbardaganum, og tí var landið og er enn í dag uttanveltað. Tað var eingin mótstøða í Reykjavík. Tað búðu líka nógvir bretskir og amerikanskir hermenn í Reykjavík undir Seinna Heimsbardaga, sum tað búðu íslendingar. Í 1904 fingu íslendingar heimastýri, og var skrivstova forsetisráðharrans í Reykjavík. Í 1944 gjørdist Ísland lýðveldi. Forseti Íslands fekk bústað á Bessastøðum tætt við Reykjavík, í bygdini Garðabær. Mentan. Hallgrímskirkja er størsta kirkjan í Reykjavík og í Íslandi, og er 74,5 metrar høg. Perlan liggur á einum heyggi nærindis, har tað er lætt at síggja allan býin Reykjavík. Tað eru eisini fleiri listasøvn í Reykjavík. Um náttina eru tað nógv fólk sum "djamma" í miðbýnum Reykjavík, ella 101 Reykjavík. Keltisk mál. Afturgongdin hjá keltiska máløkinum frá 6 øld f.kr. (ljóst) til okkara dagar (myrkt) Keltisk mál, felagsheiti fyri bæði livandi og útdeyð mál, ið einaferð rukku frá Miðeystri til Vesturevropa. Keltisku málini ið framvegis verða tosað í teim "keltisku tjóðunum" í dag, eru: Tey Goidelisku tvs. Skotskt gæliskt, Írskt og Manskt; og tey Brythonisku tvs. Walisiskt, Corniskt og Bretonskt. * Walisiskt mál. Procentbýtið av waliskiskt-talarum uppá landslut í Wales Walisiskt, Kymriskt ella Bretskt ("Cymraeg - y Gymraeg") ið verður talað í Wales og í Chubut landslutinum í Argentina, hoyrir til Brythonisku málini. Eini 22% av fólkinum í Wales, tvs. uml. 611.000, hava kunnleika til málið í dag. Tey búgva í størstan mun í vestara parti av landinum, har málið hoyrist alla staðni har menniskju hittast; í handlum, á pubbum og til fótbóltsdystir t.d. Meginparturin tosar nú engskt, og øll walisisktmælt duga og skilja eisini engskt. Fyri 200 árum síðani var walisiskt tað klárt ráðandi málið í Wales. M.a. ídnaðarkollveltingin viðførdi at engska málið tók seg fram, men so seint sum í 1891 var tað enn ein meiriluti uppá 54,4% av fólkinum ið tosaði walisiskt. Í 1911 varð staðfest, at walisiskt var vorðið eitt minnilutamál, tosað av 43.5% av fólkinum. Í miðøld varð hópin av frægum bókmentum skrivaðar á walisiskum. Walisiska stavraðið. "Mae hen wlad fy nhadau yn annwyl i mi" "[:Maj hen ulad vø n-hadai øn annuil i mi]" Almenn støða (status). Hóast walisiskt í dag er eitt minnilutamál, so vaks stuðulin til málið í seinnu helvt av 20'du øld, í samband við at rørslur sum tjóðskaparflokkurin Plaid Cymru frá 1925, og Cymdeithas yr Iaith Gymraeg (walisiska málfelagið) frá 1962 tóku seg upp Walisiska mállógin frá 1993 og walisiska stjórnarskipanin frá 1998 áseta at walisiskt og engskt mál skulu viðfarast javnlíkt í almenna sektorinum, í so víðan mun hetta er forsvarligt og gjørligt. Almennir stovnar verða kravdir at hava eina fyriskipan fyri walisiskt mál, ið prógvar teirra tilsøgn um javnbóðis viðgerð. 7 desember 2010 samtykti Walisiska tjóðartingið einmælt nøkur tiltøk ið skulu stuðla undir menningina av walisiska málinum í Wales. 9 februar 2011 fingu hesi tiltøk kongliga staðfesting og vórðu samtykt, og gera sostatt walisiskt til eitt alment viðurkent mál í Wales. Í november 2008 varð walisiskt fyri fyrstu ferð brúkt á einum ráðharrafundi í ES-ráðnum, har walisiskt gjørdist tað 23'da almenna málið í ES. Síðan ár 2000 hevur frálæra í walisiskum verið tvungin lærugrein í øllum skúlum í Wales, upp til 16 ára aldur, og hevur hetta mótvirkað afturgongdini hjá walisiskum, og viðvirkað at eisini børn hjá engsktmæltum foreldrum aðrastanði frá í UK hava kunnskap til, ella duga ræðið walisiskt. Flestu vegskeltir eru í dag á bæði engskum og walisiskum. Brythonisk mál. Brythonisku málini, er felagsheitið fyri Walisiskt, Corniskt og Bretonskt. Hetta eru tey sokallaðu "P-keltisku" málini. Hoyra saman við Goidelisku málunum, tey sokallaðu "Q-keltisku" málunum, til Keltisku málættina. Grein um brytoniskt finst á enskum; vel "English" vinstrumegin Andrew W. Sloan. Andrew William Sloan (føddur 1896), sonur William Gibson Sloan, gjørdist eins og pápin, trúboðari fyri Brøðrasamkomuna í Føroyum. Sloan, Andrew W. Sloan, Andrew W. Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum. Hin Kirkjuliga Heimamissiónin, (fyrr "Indre Mission") er tann størsta vekingarrørslan innanfyri fólkakirkjuna við missiónshúsum í flestu størru bygdum. Heimamissiónin er eisini, við síðuna av Brøðrasamkomuni, tann størsta kristna leikmannarørslan í Føroyum. Í 1904 kom fyrsti trúboðari frá donsku Indre Mission til Føroya. Í 1921 varð eitt ráðgevandi samfelagsráð sett á stovn fyri Heimamissiónina í Føroyum og í 1990 gjørdist Heimamissiónin sjálvstøðug. Heimamissiónin hevur í dag serliga trý høvuðsøki:. Heimamissiónin Ryving-Jensen. Ryving-Jensen danskur trúboðari hjá Indre Mission (Heimamissiónini) í Føroyum. Krossmerki. Norðurlendsk krossfløgg, norðurlendska krossmerkið, skandinaviski krossurin er flaggsnið, sum vanliga verður samborðið við fløgg norðurlanda, haðani upprunin eisini stavar. Norðurlond flest hava flagg av slíkum sniði, tó undantikin eru Grønland og Sámaland. Krossurin umboðar kristindóm, og er hann avmyndaður á grikskan hátt. Fyrsta flagg við hesum sniði er hitt danska, Danabrók; síðani, Svitjóð, Noreg, Finnland, Ísland, og síðani Føroyar og Áland. Noregs flagg var hitt fyrsta trílitta norðurlendska krossmerkið. Hóast øll nevndu fløggini bera sama upprunasnið, hava tey øll serstaka søgu og serstakt myndamál. Nøkur av fløggunum í hesum lista hava ikki vunnið almenna viðurkenning. Leggið eisini til merkis, at lutføll, snið og støddir vísa frábrigdi, eisini hóast flaggið er hitt sama bert til annað endamál. Forboð. Fløgg við kristnum súmbolum, s.s. krossinum, kunna enda við at vera forbjóða. Avleiðingin av, at Evropeiski Mannarættardómstólurin í 2009 forbjóðaði kristnum súmbolum í skúlastovum, kann vera, at norðurlendsku fløggini enda fyri Mannarættardómstólinum. Hetta halda 37 ymiskir professarar í løgfrøði, sum hava skrivað álit til kærurættin í Haag. Teir halda, at forboðið móti kristnu súmbolunum kann raka norðurlendsku tjóðarfløggini. Tí ein avleiðing av dóminum um at forbjóða religiøsum súmbolum í skúlastovum má vera, at øll religiøs súmbol í almenna rúminum skulu útruddast. Hetta kann raka 17 ymisk evropeisk fløgg, harundir tey norðurlendsku krossfløggini. Onnur norðurlendsk fløgg krossmerkinum. Nøkur av fløggunum eru søgulig ella hava ikki vunnið almenna viðurkenning, sostatt er talan um avmarkaða nýtslu. Norðurlendsk krossmerkið hjá Týsklandi. Norðurlendsk fløgg í Týsklandi vóru søguliga nýtt fyri at vísa til norðurlendskan uppruna. Norðurlendsku fløggsniðini hjá Týsklandi vóru lík teimum hjá Danmark, Svøríki, og Noregi. Tjóðarfløgg vóru í uppskoti til Týsklands tjóðarflagg bæði í 1919 og 1948, eftir fyrra og seinna heimsbardaga. Í dag er norðurlendski krossurin á summum býar og økisfløggum. Oskar Hermannsson. Oskar Hermannsson varð føddur í 1920 og andaðist í 1995. Hann yrkti m.a. "Beinta" til lag eftir C. Wahl, og hesin barnasangurin er at finna á plátuni "Annika og Jógvan" við Anniku Hoydal og Jógvani Telling. Eisini hevur hann yrkt sangtekstin "Skiparin lítli" Einar Waag. Einar Waag er navnið á tveimum monnum handan Føroya Bjór. Einar Waag eldri (føddur 29. juni 1894) tók fyritøkuna eftir faðir sín, Símun í Vági. Nú eigur sonur hansara, Einar Waag yngri, fyritøkuna, eftir at bróðurin Heini Waag hevur valt at selja Einari sína helvt (ár 2008). Hests kirkja. Hests kirkja er ein kirkja í bygdini Hestur á Hestoy. Hon varð vígd 2. hvítusunnudag 5. juni 1911 av Fríðriki Petersen, prósti. Á fundi í kirkjuráðnum fyri Kirkjubøar sókn í 1908, viðmælir ráðið einum ynski frá bygdarfólkinum í Hesti um at fáa nýggja kirkju. Hetta fæst at vita úr fundarbókini, og helst er farið í holt við arbeiðið beinanvegin, tí longu tvey ár seinni, í 1910 er kirkjan liðug. Hestmenn valdu Rasmus Lemvig til formann fyri grótarbeiðinum. Hann varð løntur av kirkjugrunninum, men avgjørt varð millum hann og bygdarmennirnar, at lønin skuldi falla til kirkjuna. Fyri henda pening varð ljósakrúna keypt. Annars var alt annað arbeiði sjálvboðið. Magnus Jacobsen arkitektur í Havn, vanliga nevndur Magnus á Kamarinum, teknaði kirkjuna. Kirkjan, sum er bygd dygst við bakkatrom, norðan fyri Kvíggjará, er laðað av gróti uttan og klødd við timbri at innan og er, máld uttan, 12x24 alin. Tað sigst, at kirkjan er laðað av 7777 steinum. Laðingin sæst tó ikki, tí kirkjan er pussað uttan. Uttan er kirkjan hvíttmálað við svartari grund og hevur reytt asbesttak. Tornið er hvítt og reytt og er bygt í píll. SMS (sølumiðstøð). Sølumiðstøðin SMS varð latin upp 2. november 1977 og er broytt og vaksin støðugt síðani. Har eru handlar av ymiskum slag, matvøruhandil, klædnahandlar, tónleikahandil, bókahandil, brilluhandil, tógvhandil, ítróttarhandil osfr. Har eru eisini matstovur, nevnast kunnu t.d. Burger King, Baresso og Sunset Boulevard. Parkering fyri bilar er á økinum rundanum SMS og í einum parkeringskjallara undir parkeringsplássinum. Bilar kunnu parkera har í 2 tímar. Søga. Í 1986 byrjaði SMS at hava barnaparkering, har nakrar kvinnur frá pensiónistafelagnum í Havn átóku sær at ansa børnum hjá kundunum í SMS. Henda tænasta er ikki til longur. Síðani SMS læt upp á heysti 1977, hevur húsið verið undir støðugari menning, og fleiri byggistig eru tikin síðani SMS kom upp at standa. Tann 26. oktober 2006 læt SMS upp aftur eftir umbygging við fleiri handlum og tilboðum. Endaliga umbyggingin við nýggjum millumbygnini millum Apotekið og Sølumiðstøðina var liðug á sumri í 2007. Innbúgv. Innbúgv er eitt felagsheiti fyri ting, ið eru gjørd til at stuðla menniskjakroppin, t.d. innbúgv til at sita í ella sengur til at sova í og hvíla seg í. Innbúgv kann eisini hava til endamál at goyma ting ella mat í. Innbúgv kann t.d. vera: borð, stólur, lenistólur, sofa, song, skáp, kommoda, reól osfr. Føroyskt innbúgv. Hóast tað kann vera ringt at ímynda sær í dag, hava møblar verið framleiddir í Føroyum. Nógvir av møblunum frá 1940-árunum, sum framvegis standa í føroyskum heimum, eru framleiddir av føroyskum møblasnikkarum. Modul OK. Seinni hevur eisini meira skipað møblaframleiðsla verið í Føroyum. Miðskeiðis í 1970-árunum fekk Annfinnur Zachariassen, sum átti Nýggja Bókhandil, á egnum føroyskum virki skapað og framleitt "Modul OK-møblarnar". Tað vóru borð, stólar, sofur, hillar og annað, sum keyparin sjálvur setti saman og síðani kundi mála. A/S Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik. Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik framleiddi fleiri vørur, sum ikki verða framleiddar í Føroyum longur. Kendast er helst Vita-margarin, men eisini framleiddi fabrikkin m.a. Quargo, sum var mjólkaúrdráttur við smakki til at smyrja á breyð. Hølini hjá fabrikkini hýsa í dag ungdómshúsinum Margarinfabrikkin og Tjóðpalli Føroya. Ejvind Vilhelm. Ejvind Vilhelm varð føddur tann 26. apríl í 1923. Hann var prestur í Tórshavnar eystara prestagjaldi til hann gjørdist varabispur í 1973 og sat í embætinum til 1990. Árini frá 1973 til 1978 var hann bæði varabiskupur og prestur í Tórshavnar eystara prestagjaldi. Bulgaria. Bulgaria er eitt lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Bulgaria mark við Rumenia, í suðri við Turkaland og Grikkaland, og í vestri við Lýðveldið Makedónia og Serbia. Landaøki, ið nú er Bulgaria, hevur mestsum alla tíð sína staðið í skugganum av sterku grannum sínum. Bæði grikkar, rómverjar og turkar hava rátt her, og frá 1944 til 1989 var Bulgaria partur í kommunistiska Eysturevropa. Søga. Bulgaria var í gomlum døgum máttmikið ríki, men seinni løgdu býsantiskar og síðan osmanniskar herdeildir landið undir seg. Í 1870-árunum fóru bulgarar at krevja frælsi. Turkar fóru ógvuliga harðliga fram ímóti sjálvstýrisrørsluni, og tað elvdi til vreði í Evropa, helst í Russlandi. Í 1877 leyp Russland á Turkaland. Bretar stuðlaðu turkum, og í 1878 varð vápnahvíld fingin í lag ímillum londini við San Stefano-avtalini. Eftir avtaluni gjørdist Bulgaria væl størri, men ikki leið long tíð, so var syðri partur í landinum aftur undir turkiskum yvirræði. Í 1887 sameindu bulgarar við Stefani Stambulov á odda (1854-1895) norðara og syðra part og valdu Ferdinand av Coburg, skyldmann Victoriu drotning, til valdsharra. Men í sjey ár var Stambulov veruligi valdsharrin í Bulgaria, sum nú gjørdist sterkasta Balkanlandið og hildið at vera sterkasta bulverkið fyri russiskari landtøku á Balkan. Stambulov legði alla orku í at fáa semju í lag við Turkaland, gamla fígginda Russlands, tað hóvaði ikki Ferdnandi, sum setti hann frá í 1894. Stambulov varð myrdur í 1895, kanska vóru Ferdinand og russar vorðnir samdir um at beina fyri honum. Fólkið. Mesta fólkið er bulgarar; lítil partur turkar og makedónar. Mentan. Fólkið hevur altíð lagt dent á at goyma gamlar bulgarskar siðir. Tí hava mangir býir sínar sermerktu stevnur við tónleiki og skrúðgongu. Siður er mangastaðni, at stevnufólkini lata seg í skreytbúna og gekkaskort, ið tey sjálvi hava gjørt. Búskapur. Síðan 1989 hevur ein liður fram ímóti fólkaræði og at umskipa búskapin verið at skifta ríkisriknu stórgarðarnar sundur í smáar garðar. Nógv hevur eisini verið gjørt at fáa útlendsk ferðafólk at koma til gomlu býirnar og til strendurnar við Svartahav. Jarnmálmurin og kolið í Bulgaria eru ikki so góð, sum krevst at gera jarn, ið kann nýtast í tungídnaðinum. Fyrr keypti Bulgaria jarn, kol og olju bíliga úr Sovjetsamveldinum, men nú má hetta verða keypt á fría marknaðinum. Seinastu árini hevur Vesturevropa lænt Bulgaria nógvan pening at umskipa og menna ídnaðin, til dømis telduídnaðin. Klædnaídnaður og matvøruídnaður eru tyðandi vinnuvegir. Landafrøði. Fleiri enn ein millión fólk býr í høvuðsstaðnum Sofia. Býurin er týðandi ídnaðarmiðdepil, og bæði á láglendinum og í hálendinum uttan um býin hava bøndurnir nógv dýrahald. Mangir gamlir og vakrir bygningar eru í býnum, til dømis Alexander Nevsky-kirkjan, bygd teimum russisku hermonnum til minnis, ið róku turkar úr Sofia í 1878. Vegakervið í Bulgaria er gott. Í Sofia koyrir meginparturin av fólkinum í tráðbussum. Hvítarussland. Hvítarussland er lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Hvítarussland mark við Letland, í eystri við Russland, i suðri við Ukraina, og í vestri við Pólland og Litava. Hvítarussland er fátækt landbúnaðarland, tað er strálbygt, og náttúrutilfeingið er lítið. Kortini eru korini nógv batnað síðan 1960-árini, tá ið farið varð at menna ídnaðin og byggja betri hús. Spreingingin á kjarnorkuverkinum í ukrainska býnum Tjernobyl í 1986 elvdi stóran skaða í Hvítarusslandi, mong fólk máttu verða flutt heiman, og mong gjørdust og gerast alsamt sjúk av geislavirknu dálkingini, ið stóðst av vanlukkuni. Tveyhundrað ár við russiskum yvirræði endaðu í 1991 við falli Sovjetsamveldisins, og Hvítarussland gjørdist sjálvstøðugt land. Minsk er miðskeiðis í landinum. Hóast býurin var skotin í sor í seinna heimsbardaga, hevur hann í friðartíð verið stjórnarbýur og miðdepil í útbúgving, mentan og samskifti. Seinastu árini hevur menningin í ídnaðinum havt við sær, at býurin er nógv vaksin. Minsk er høvuðssæti hjá SNG, ið er ríkjasamband við 12 sovjetlýðveldum, ið vóru. Tungídnaður, sum oljureinsing og maskinur, hava stóran týdning fyri Hvítarussland. Tá ið sovjetstýrið ráddi, vórðu bygdar stórar verksmiðjur, sum virkaðu ráevni úr Russlandi og Ukraina. Virðismikil ráevni, t.d. olja, steinsalt og ymisk sandsløg, eru funnin í landinum. Sandurin verður nýttur til glasgerð. Tá ið sovjetstýrið ráddi, lærdu næstan allir hvítarussar at lesa og skriva, og næmingarnir høvdu undirvísingarskyldu í 10 ár. Góða skúlagrundarlagið hevur ríkað mentanina, og bókmentir og tónleikur eru høgt í metum ímillum manna. Stór øki í í syðra parti í Hvítarusslandi eru mýrilendi, og Pripetmýrarnar báðumegin Pripetánna eru størstu mýrar í Evropa. Her veksur nógvur skógur, t.d. fura, eik, elri og askur, og skógarvinna er týðandi ídnaður á hesum leiðum. Nógv dýr, t.d. elgur, geypa, villsvín og rýpa, halda til í mýrunum og í skógunum. Nógvur soppur veksur í tættu og slavnu skógunum; og so væl dámar fólki at henta soppar, at tað verður nevnt tjóðarítrótt Hvítarusslands. Soppar og epli eru høvuðsføðsla. Kókað epli, gjørd til á ymsan hátt, verða etin til morgunmat, døgurða og nátturða. Soppar í súrróma verða etnir aftur við steiktum kjøti av t.d. kanin og svíni. Hvítarussar bæði salta, turka og súlta soppar, men teir verða eisini etnir feskir. Deyðarevsing. Hvítarussland er einasta land í Evropa, ið hevur deyðarevsing. Í mai 2010 tóku mynduleikarnar stig ímóti at stegað deyðarevsing. Bert tveir dagar aftaná vóru tveir menn dømdir til deyða vegna morð. Oleg Alkev hevur starvast sum fangavørur í Hvítarusslandi, hann greiður frá hvussu ein deyðarevsing vanliga fer fram: "Fangin hevur bind fyri eyguni, hendurnar eru bundnar aftan fyri ryggin. Hann verður leiddur inn í eitt rúm. Hann fær at vita, at hann verður hildin, so hann ikki situr skeivt. Hann verður tvungin niður á knø, tað tekur einans nøkur fá sekund, so er hann skotin. Fyrisitingarligar eindir. Harumframt hevur høvuðsstaðurin Minsk serstaka støðu. Lettland. Lettland er lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Lettland mark við Estland, í eystri við Russland, og í suðri við Hvítarussland og Litava. Búskapur. Síðan landið gjørdist frælst ríki í 1991, hevur verið roynt at menna landbúnað, skógarvinnu og fiskivinnu, vinnuvegir, sum tungídnaðarætlanir sovjetstýrisins høvdu trokað burtur. Landafrøði. Lettland er mitt ímillum hini bæði Baltalondini. Landið hevur langa strond, har eru tríggir stórir havnabýir, sum síðan í miðøld hava verið týdningarmiklir handilsbýir. Veðurlagið er kaldligt og slavið, og tí leggja bøndurnir mest dent á at halda mjólkneyt og sláturneyt. Høvuðsstaðurin í Lettlandi, Riga, hevur verið týðandi handilsbýur síðan í miðøld. Hann er helst lívligasti høvuðsstaður í Baltalondum og er virkin mentanarmiðdepil. Kekkia. Kekkia er lýðveldi í Miðevropa. Í ein landnyrðing hevur Kekkia mark við Pólland, í ein landsynning við Slovakia, í suðri við Eysturríki og í vestri við Týskland. Høvuðsstaðurin er Prag, landið hevur umleið 10,5 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er kekkiskt. Kekkia gjørdist limur í ES 1. mai 2004. Ídnaðurin í Kekkia er tann framkomnasti í teimum fýra londunum í hjartanum í Miðevropa. Búskapurin er nútímansgjørdur og lívskorini rættiliga góð. Frá 1918 til 1993 vóru Kekkia og Slovakia eitt samveldisríki, nevnt Kekkoslovakia. Í 1950-árunum kom landið undir sovjetiskt eftirlit. Tá ið kommunistastyrið í samveldisríkinum fall, gjørdi fólkið av, at ríkið varð býtt í tvey - Kekkia og Slovakia. Stórur partur av landinum er háslætti, girdur av rættiliga høgum fjøllum. Kekkar eru tjóðskaparsinnað fólk. Ikki langt frá søguliga býarkjarnanum í Prag, sum er ein av vakrastu høvuðusstøðum í Evropa, hevur blómandi handilslív tikið seg upp. Mong koma til Prag, bæði at síggja vakra býin og í handilsørindum. Men sum so nógvastaðni í Miðevropa er luftdálking álvarsligur trupulleiki. Dálkingin stendst mest av verksmiðjunum í stóru ídnaðarøkjunum í býunum uttan um hann. Øl er ein tann gitnasta vøran úr hesum fram komna ídnaðarlandinum. Kekkar hava bryggjað í øldir, og kendasta ølið er Pilsner, bryggjað í Plzen síðan 1925, og Budweiser, bryggjað í Budvar. Ídnaður hevur eisini mong ár á baki. Longu í 13. øld tók námsvinna seg upp í fjøllunum, og enn arbeiða mong í námsvinnuni. Týdningarmestu ídnaðarvørurnar eru akfør, spreingievni, plast og klæði. Jarðarviðurskiftini í Kekkia eru nógv øðrvísi enn í Póllandi. Jørðin er løgd saman í stórgarðar, ið eru landsjørð, ella í felagsgarðar, ið eru óðal. Men sum í Póllandi hevur skiftið frá miðstyrdum kommunistabúskapi til marknaðarbúskap verið trupul tíð hjá bóndunum, tí at teir hava ikki verið vanir við opnan marknaðarbúskap. Úrtøkan er stór á kekkisku gørðunum, og teir fáa mest korn burturúr í øllum Miðevropa. Sum í grannalondunum verður mesta kornið brúkt til fóður, tí at bøndurnir hava lagt seg mest eftir at halda sláturneyt og mjólkneyt. Sjónleikarlistin er hátt í metum í hesum londum og hevur røtur eini 800 ár aftur í tíðina; tí var tað ikki annað enn sambærligt, at fyrsti forsetin í Kekkia, Vaclav Havel, er gitin sjónleikahøvundi. Kekkia hevur eisini átt mong mæt listafólk í øðrum listagreinum, serliga tónleiki, bókmentum og filmi. Í øldir hevur góði sandurin, ið er í Böhmen í Suðurkekkia, verið nýttur sum ráevni í glasgerð. Í miðøld varð glashandverk úr Böhmen hámett fyri sínar framúr vøkru glasmálningar. Böhmiskt glas er gitið fyri dygd og vakurleika og verður framvegis gjørt nú á døgum. Søga. Frá 1918 til 1993 vóru Kekkia og Slovakia eitt samveldisríki, nevnt Kekkoslovakia. Í 1950-árunum kom landið undir sovjetiskt eftirlit. Tá ið kommunistastýrið í samveldisríkinum fall, gjørdi fólkið av, at ríkið varð býtt í tvey - Kekkia og Slovakia. Rumenia. Rumenia er lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Rumenia mark við Ukraina, í eystri við Moldova og Ukraina, í suðri við Bulgaria, og í vestri við Serbia og Ungarn. Nicolae Ceauşescu í Rumenia var, til hann varð koyrdur frá í 1989, seinasti kommunistiski einræðisharrin í Evropa. Søga. Landið tók loysing frá Osmanska ríkinum í 1878, men kríggj hava havt við sær, at landamørkini fleiri ferðir eru flutt síðan tá. Frá 1965, til hann varð rendur frá og avrættaður í 1989, stýrdi kommuninstaovastin Nicolae Ceauşescu (26. januar 1918 – 25. desember 1989) Rumenia. Hann var eirindaleysur einaræðisharri. Eitt av málum hansara var, at meiri fólk skuldi vera í landinum, og tí eggjaði hann konum at eiga mong børn, men mong vórðu so niðurundirkomin, at tey kundu ikki hava børnini og sendu tey á barnaheim. Summi børn vórðu ættleidd burtur, men enn eru mong børn á barnaheimi. Fólkið. Í Rumenia eru mong ymisk fólkasløg; fjølmentastir eru rumenar, men har eru eisini ungarar, týskarar og sigoynarar, og við strondina við Svartahav, har ið nú eru mangir frítíðarstaðir, hava turkar og ukreinar búsett seg. Fyrr búði mesta fólkið á bygd og livdi av landbúnaði, men so hvørt ídnaðurin hevur ment seg, eru alt fleiri og fleiri fólk flutt til býirnar at búgva. Nú á døgum búgva um 250 000 sigoynarar í Rumenia. Fyrr vóru sigoynarar flakkfólk, ið fóru víða um, men nú búgva teir flestu í útryðjunum í býunum og liva til dømis av at selja ross og gamalt jarn. Sigoynarar hava lívliga mentan, og teimum dámar væl dans og tónleik. Landafrøði. Rumenia er av størstu londum í Evropa. Karpatafjøll eru sum ein ovurstórur bugur suður og eystur ígjøgnum landslutin Transsylvania. Norðan fyri og vestan fyri fjøllini er landsluturin Transsylvania. Lendið sunnan fyri og eystan fyri fjøllini er avbera fruktagott. Búskapur. Í kollvelting í 1989 varð fyrilitsleysa kommunistsstýrið, ið hevði vanrøkt landið, felt. Síðan kollveltingina eru viðurskiftini batnað, men enn er Rumenia fátækt land, vinnuloysið er stórt og matur ógvuliga dýrur. Kroatia. Kroatia er lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Kroatia mark við Slovenia og Ungarn, í eystri við Serbia, og í suðri við Bosnia-Herzegovina og Montenegro. Høvuðsstaður er Zagreb og aðrir stórir býir eru Split, Rijeka og Osijek. Landið hevur umleið 5 mió íbúgvar. 1. juli 2013 gjørdist Kroatia limur í ES. Søga. Í mong hundrað ár var Kroatia partur í keisaraveldinum Eysturríki-Ungarn, til tað fór upp í Jugoslavia í 1918. Tá ið Jugoslavia fór sundur í 1991, var Kroatia fyrsta land, ið lýsti seg sjálvstøðugt ríki. Næstan beinanvegin tóku serbiskar herderdeildir seg inn í landið, og aldargamla hátrið ímillum kroatar og serbar elvditil kríggj og ófrið, sum tók seg upp í øllum londunum í gamla Jugoslavia. Í Kroatia er nógv olja, kol og bauxit. Fólkatalsfrøði. Fólkatalið var á 4,190,700 í januar 2016. 90.4 % kroatar, 4.5 % serbar, 5.1 % onnur (italiumenn, slovenar, ungverjar, albanar, kekkar, montegrinar, makedónar, sigoynarar, ruthenar). Lýðveldið Norðurmakedónia. Lýðveldið Norðurmakedónia (makedónskt: "Република Северна Македонија" (Republika Severna Makedonija) enskt: "Republic of North Macedonia"), er land í Eysturevropa. Søga. Makedónia lýsti seg frælst ríki í 1991, hóast Serbia noktaði at viðurkenna granna sín sum sjálvstøðugt land. Sama gjørdi Grikkaland, ið sigur seg hava hevdsrætt at nýta navnið Makedónia um Norðurgrikkaland - hetta hevði við sær, at tá landið fekk ST limaskap var tað undir enska heitinum "The former Yugoslav Republic of Macedonia". Avleiðingarnar av ósemjuni eru, at bæði Serbia og Grikkaland hava stongt markið til Makedónia. Búskapur. Lýggja miðjarðarhavsveðurlagið ger, at fruktgrøðin er tíðliga staðin, og bummull, tubbak og rís vaksa eisini væl. Mongu vatnorkuverkini veita klædna-, evnfrøði- og stálídnaðinum ravmagnsorku. Landafrøði. Í hálendinum í útsynningspartinum í Makedónia eru av vakrastu vøtnum í Evropa. Fyri kríggið, tá ið ferðavinnan blómaði í gamla Jugoslavia, komu mong ferðafólk til Ohridvatn og Prespavatn, ið er heldur minni, at njóta yndisligu náttúruna og síggja gomlu smábýirnar fram við vøtnunum. Nógvur fiskur er í báðum vøtnunum, vanligastu sløgini eru karpa, eyðrriði og álur. Á Prespavatni er stórt fuglameingi, m.a. pelikanur og skarvur. Jarðfrøði. Høvuðsstaðurin Skopje er bygdur beint har, ið fleiri jarðfrøðiligar umskaringar ganga saman, og tí er vandin fyri jarðskjálvta stórur. Fýra ferðir er býurin illa farin av jarðskjálvta. Seinast var í 1963, tá varð býurin mest sum oyðilagdur i í einum skjálvta, ið varð máldur til 6,8 á Richter-talvuni. Gamli turkiski býarparturin - elstu húsini eru frá 1392 - fekk tíbetur ongan skaða. Serbia. Serbia er lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Serbia mark við Ungarn, í eystri við Rumenia og Bulgaria, í suðri við Makedónia, Albania og Kosovo, og í vestri við Montenegro og Bosnia-Hersegovina. Søga. Tá Jugoslavia syndraðist í 1991, løgdu lýðveldini Serbia og Montenegro saman og stovnaðu nýtt samveldisríki, sum at Jugoslavia. Nýggja samveldisríkið hjálpti serbiska fólkinum í Kroatia og Bosnia at kríggjast: tað elvdi til, at mong lond settu revsitiltøk í verk ímóti Jugoslavia og steðgaðu øllum samhandli við nýggja samveldisríkið. Í 2003 skifti samveldisríkið navn frá Jugoslavia til Serbia og Montenegro, og eftir at fólkaatkvøða varð hildin í Montenegro í 2006 og úrslitið var, at Montenegro vildi loysa frá Serbia vórðu londini bæði sundurlisin. Politikkur. Tað at landið hvørki hevur megnað at samstarva fult við ST-krígsdómsdómstólin ella at virða mannarættindi og pressufrælsi hevur hildið tað uttanfyri tey fyrstu eysturevropeisku londini, sum fingu bjóðað ES-limaskap. Matur. Serbar gera smakkgóðan og fjølbroyttan mat. "Raznjici", spritusteikt lambskjøt við piparfrukt, verður ofta etið aftur við einari skál av jogurti. Kjøtbollar við leyki og róma, nevnt "cevapcici", og kálrullur fyltar við kjøti, leyki, ertrum og hvítleyki eru væl dámdir rættir. Landafrøði. Høvuðsstaðurin í Serbia, Beograd, er við Donau, sum rennur ígjøgnum fruktagóða akurlendið norðast í landinum. Prag. Prag (Kekkiskt "Praha") er høvuðsstaður Kekkiu og hevur umleið 1.243.000 íbúgvar. (50°05' gradir norður, 14°25' gradir eystur) Beograd. Beograd (Kyrilliskt "Београд") er høvuðsstaður í Serbia og var høvuðsstaður í Jugoslavia frá 1918 til februar 2003. Býurin hevur umleið 1 166 763 íbúgvar (2011). Býurin liggur við fram við áunum Sava og Donau Har ið tær møtast undir Kalemegdan. Beograd hevur verið høvuðsstaður í Serbia síðan ár 1403 og er ein av elstu býunum í Evropa, við søgu ið er 7000 ára gomul. Navnið merkir "Fagri hvíti býur", og tær týdningarmiklastu gøturnar eru Revolutionsboulevarden og Kñez Mihailova. Tvey fótbóltsfeløg hava heimstað í býnum, tey eru Reyða Stjørna Beograd (FK Crvena Zvezda) og Partizan (FK Partizan). Suðuroyar. Suðuroyggjar ella Hebridurnar eru tveir oyggjabólkar vestanfyri Skotland. Í Suðuroyum er størsti býurin Stornoway. Oyggjarnar vóru einaferð undir norskum valdi, og enn finnast spor frá teirri tíðini. Søga. Hetland, Orknoyggjar og Hebridurnar ella Suðuroyar, sum norðbúgvar kallaðu tær, vóru í gomlum døgum í tí norska ríkinum eins og Føroyar, Grønland og Ísland. Landið kom undir Skotlands kong, tá ið Kristian 1. var kongur í Danmark-Noregi. Hann setti oyggjarnar í veð til kongin av Skotlandi fyri heimanfylgju, sum dóttir hansara, sum var gift skotska konginum, skuldi hava. Veðið var ongantíð loyst. Seinni kom Hetland, saman við Skotlandi, undir kongin av Onglandi. Mál. Gæliskt er móðurmál hjá stórum parti av fólkinum á ytru Hebridunum, og gæliskt er lærugrein í skúlanum. Undirvísingin fer tó mest fram á enskum. Fólkið, sum fyrr talaði norrønt mál, talar nú enskt. Átrúnaður. Norðari helmingur av Hebridunum er fyri tað mesta protestantiskur, syðri helmingur fyri tað mesta katólskur. Norðurendin á South Uist og Benbecula er blandingsøki, har summi eru protestantar, onnur katolikkar. Zagreb. Zagreb er høvuðsstaður Kroatiu. Býurin hevur umleið 790.017 íbúgvar (2011). Bratislava. Bratislava (Týskt: "Pressburg", ungarskt: "Pozsony") er høvuðsstaður Slovakiu. Hann hevur umleið 462 603 íbúgvar. Ljubljana. Ljubljana (Týskt: "Laibach") er høvuðsstaður Sloveniu. Í 2007 var fólkatalið 278.638. Býurin liggur millum Alpurnar og Adriatarhavið. Býurin hevur eitt universitet frá 1595. Býurin varð fyrstu ferð nevndur í skjølum í 1144 (við týska navninum Laibach) og í 1146 (við navninum Luwigana). Býurin hevur fleiri ferðir verið raktur av jarðskjálvta. Tirana. Tirana er høvuðsstaður Albaniu. Býurin hevur umleið 621 286 íbúgvar (2011). Sofia. Sofia (bulgarskt: София) er høvuðsstaður og størsti býur í Bulgaria. Íbúgvaratalið er 1,2 milliónir. Tallinn. Tallinn er høvuðsstaður í Estland, og hevur umleið 429.899 íbúgvar. Um triðingur av estlendska fólkinum býr í høvuðsstaðnum Tallinn ella tætt við hann. Mong ferðafólk, helst úr Finnlandi, koma til býin, og serliga eru tað gomlu miðaldarbýlingarnir, ið draga fólk til sín. Paris. Paris, ið er báðumegin Seineá, er høvuðsstaður Fraklands og mentanarligur og politiskur miðdepil í landinum. Hann er ein tann býurin í heiminum, har flest ferðafólk koma, til dømis at síggja Louvre-savnið, Eiffeltornið og Notre Dame-kirkjuna. Har eru eisini mong onnur kend søvn og stórir handlar og fínar matstovur. Á hvørjum vári sýna gitnastu mótaskaparar í heiminum fram nýggjastu klæði síni. Síðan fornøld hevur fólk búð á áarbakkunum fram við ánni Seineá, har høvuðsstaðurin París nú er. Í Fraklandi búgva 65 mió. fólk, og fimtingurin býr í og uttan um París. Tað er ein av fremstu stórbýum í Evropa við breiðum gøtum og nógvum viðgitnum minnisvarðum og forngripasøvnum. Stórir partar í gamla býarpartinum vórðu umbygdir og nútimansgjørdir í farnu øld. At ferðast til og frá París liggur væl fyri, tí nógvar jarnbreytir møtast í býnum, og uttanfyri hann er stór flogstøð, har flogfør úr øllum Evropa setast. Tað er siglandi líka niðan til París eftir Seine, men tó ikki við stórum skipum. Yvirgangur í 21. øld. 12 fólk vórðu myrd 7. januar 2015, tá tveir yvirgangsmenn tóku seg inn í hølini hjá franska satirublaðnum, Charlie Hebdo. Stór mannajagstran var í Fraklandi eftir tveimum brøðrum, ið vóru undir illgruna fyri at hava framt álopið. Teir vórðu seinni skotnir av løgregluni. 129 fólk lótu fólk lív undir einari yvirgangsatsókn móti fleiri støðum í París 13. november 2015. Millum annað tóku yvirgangsmennirnir seg inn á spælistaðið Bataclan, brustu sjálvmorðsbumbur og skutu frá hond undir einari konsert, og drupu 80 fólk. Samstundis varð lopið á fimm matstovur har fólk vórðu dripin og særd. Áhugaverd støð. Mitt í býnum stendur tann so nevndi Fagnaðarbogin, sum Napoleon keisari bygdi; frá hesum plássi ganga breiðir vegir í ymsar ættir. Gitnasta kirkjan er Notre Dame. Í Louvre eru verøldargitin søvn av forngripum og listarlutum av øllum slagum; upp í Eiffeltornið fer nøgd av fólki at njóta tað góða útsýnið haðani. Annars eru ógvuliga nógvir prýðiligir bygningar at síggja í býnum, bæði sjónleikarhús, myndahøllir og handlar. Minsk. Minsk ("Мінск") er høvuðsstaður Hvítarusslands. Fólkatalið í sjálvum býnum er umleið 1,9 milliónir, í øllum stórbýnum Minsk er fólkatalið umleið 2,1 milliónir. Býurin Minsk varð stovnaður í 1047. Róm. Róm (italskt Roma), eisini kallaður "tann ævigi býurin" er høvuðsstaðurin í Italia. Navnið "tann ævigi" ber hann av sonnum. Longu 700 ár fyri Kr. føðing var hann bygdur; um tað mundið, ta ið okkara tíðarrokning byrjar, var hann høvuðsbýurin í heiminum, og rómarsku keisararnir ráddu fyri tí mesta av tí, sum tá var kent av verðini. Frá hesi søguríku tíð síggjast enn bæði nógvar og stórar toftir. Í Colosseum, tí størsta leikhúsinum, kundu rúmast 50 000 fólk. Romaraveldið víknaði, men Róm kom kortini at verða høvuðsbýurin í Evropa, tí har búðu pávarnir. Um veldi teirra siga tær mongu stóru og stásiligu kirkjurnar frá. Enn ræður pávin fyri einum lítlum parti av býnum, Vatikanríkinum: hetta rikið hevur sína egnu radiostøð, flagg og frímerkir og er i allar mátar at rokna sum eitt egið land, men víddin er lítil. Í Pávaborgini, Vatikaninum, eru fleiri túsund stovur. Stórt tal av fremmandum ferðafólki kemur á hvørjum ári til Róm at síggja tey mongu minnini bæði frá fornari tíð og frá miðøldini, tá ið tær sjáldsama vøkru kirkjurnar vóru bygdar. Summar av hesum kirkjum, har ímillum Pæturskirkjan, størsta kirkja l heiminum, eru prýddar við myndum av bestu málarum og myndahøggarum, ið Iivað hava. Á okkara døgum er Róm stórur ídnaðarbýur og veksur í heilum. Riga. Riga (lettiskt: "Rīga") er høvuðsstaður í Lettlandi, og hevur umleið (2012) 699.203 íbúgvar. Hann er helst lívligasti høvuðsstaður í Baltalondum og er virkin mentanarmiðdepil. Lettland hevur sterk søgulig bond til Týsklands, hetta sæst týðiliga á hvørjum horni í Riga - í byggilistini, á mótanum, og her eru mong týsk ferðafólk. Riga hevur verið týðandi handilsbýur síðan í miðøld. Skopje. Skopje (kýrilliskt "Скопје", Albanskt "Shkup") er høvuðsstaður Makedóniu. Býurin hevur umleið umleið 537.478 íbúgvar (2012). Oslo. Oslo er Noregs høvuðsstaður, og uml. 10 % av landsins fólki býr í býnum. Tað búgva 626 953 fólk í Oslo. Oslofjørðurin er tættast fólkaði fjørður í Noregi. Býurin, sum upprunaliga æt "Christiania", er 1000 ára gamal. Norski høvuðsstaðurin verður eisini nevndur "víkingahøvuðsstaðurin". Hetta er ein býur, sum er tætt við hav og strond, náttúrðuna og skíøkir. Í Oslo er Stórtingið, har eru stjórnarbygningarnir, kongsborgin og almennir stovnar, til dømis útvarpið (NRK), Ríkissjúkrahúsið og Landsbanki Noregs. Longu um ár 500 e.Kr. var Oslo handilsstaður. Spakuliga vaks staðurin og fekk keypstaðarheitið 1048, tá ið Haraldur kongur Harðræði læt gera keypstað har. Býurin hevur góða havn, og har er altíð fult av ferðamanna- og farmaskipum; meira enn helvtin av tí, sum verður flutt inn til Noregs, verður uppskipað í Oslo. Í Oslo býr kongurin, og har kemur stórtingið saman, har er lærdur háskúli og nógvir aðrir skúlar. Ráðhúsið í Oslo er bæði stórt og prýðiligt. Tað stendur niðri við havnina, og er bygt av reyðum múrsteini. Inni í teirri stóru høllini hanga myndir, sum lýsa høvuðsstaðarsøguna. Triðja hvørt barn í Oslo kemur frá ikki-norskari bakgrund. Norskir miðlar hava eina uppgerð yvir mest nýttu nøvn í 2008. Henda uppgerð vísir, at nógv mest nýtta navn í Oslo er "Mohammed", meðan fremsta gentunavnið er "Sara". Í Oslo komu 120 dreingir við navninum "Mohammed" til verðina í 2008, meðan nummar tvey á listanum er navnið "Jakob", ið 76 smádreingir fingu. Mest nýttu gentunøvn í Oslo vóru í fjør "Sara", "Sofie", "Nora" og "Selma". Oslo er heimsins dýrasti býur at búgva í, frammanfyri London og Keypmannahavn. Moskva. Moskva (Kyrilliskt "Москва́") er høvuðsstaður Russlands, og hevur umleið 11.503.500 íbúgvar. Mitt í Moskva er Kreml, russiska tinginum. Har er eisini miðstøðin hjá ortodoksu kirkjuni. Høgur klingruskapaður múrur við tornum úr 16. øld er uttan um borgir, listasøvn, kirkjur og stjórnarbygningar. Har er zarklokkan, tann størsta í heiminum (211 tons). Warszawa. Varsjava (Pólskt: "Warszawa", Latín: "Varsovia") er høvuðsstaður Póllands og eisini størsti býurin í landinum. Í 2014 hevði Varsjava umleið 1,7 mió. íbúgvar. Bukarest. Bukarest (Rumenskt "Bucureşti") er høvuðsstaður Rumeniu, og hevur umleið 1.628.426 íbúgvar. Býurin er størsti býur í Rumenia og sætt størsti býur í ES. Madrid. Madrid er høvuðsstaður Spaniu, og hevur umleið 3,2 mió. íbúgvar (2005). Madrid er størsti býur í Spania, um upplandið verður talt við, kemur fólkatalið upp á 6 milliónir og gerst býurin harvið triðstørsti býur í ES, næst eftir London og Paris. Madrid gjørdist høvuðsstaður í Spania, tí Filipi kongi 2. dámdi so væl veðurlagið har, eisini helt hann býin liggja væl fyri, mitt í landinum. Nú búgva 3,2 milliónir fólk í býnum, og hann er fíggjarmiðdepil og stjórnarbýur landsins. Madrid er miðskeiðis í landinum á Kastilla-háslætta í 640 metra hædd. Í býnum eru stjórnarhúsini og kongsborgin, Escorial. Hann er nú mikil ídnaðar- og handilsbýur. Gamli og vakri miðbýurin verður nevndur "Plaza del Sol". Madrid, høvuðsstaðurin í Spaniu, stendur uppi á háslættanum sunnan fyri fjøllini. Býurin stendur á sera turrum lendi 600 m oman fyri sjóvarmálan. Tað hevur verið stríggið at fáa býnum vatn; men nú hava teir lagt vatnveitingar oman úr fjøllunum og soleiðis fingið vatn til nýtslu í húsarhaldinum og eisini til gosvøtnini og teir nógvu grasagarðarnar, sum eru í býnum. Sum allir suðurlendskir býur er Madrid oyðin við fólk, tá ið heitast er mitt um dagin, tí tá er alt fólkið innandura og hvílir. Men svalligari er á morgni og kvøldi. Hvørt kvøld yður av fólki á geilunum; summi spáka, summi sita og práta á gongubreytum og geilarhornum, meðan onnur spæla onkran streingjaleik. Í Madrid er ein stórur leikvøllur ella arena, sum spaniumenn siga, ið tekur 14.000 fólk og eitur "Plaza de Toros" (føroyskt: Tarvagarðurin). Í Tarvagarðinum eru teir stóru tarva-bardagarnir, sum spaniumonnum dámar so væl at síggja. Úr Madrid ganga jarnbreytir út um alt landið. Ítróttur. Madrid er heimbýur hjá Real Madrid, sum er ein av kendastu fótbóltsfeløgum í heiminum og sambært FIFA er felagið eisini heimsins mest vinnandi í 20. øld. Real Madrid spælir á Estadio Santiago Bernabéu. Atlético de Madrid hevur eisini sín heimstað í Madrid. Býurin var vertsbýur fyri finaluna í HM í fótbólti 1982. Í býnum eru eisini tvey kurvbóltslið Asociación de Clubs de Baloncesto (ACB league) og Circuito Permanente del Jarama), ein motorsportvøllur, sum fyrr hevur veriðvertur fyri tað Spanska formel 1 Grand Prix'ið. Súkklukappingin Spania Runt endar í Madrid á sama hátt sum Tour de France endar í París. Tað er møguligt at íðka skí ítrótt í Sierra de Guadarrama fjøllunum, sum eru tætt við býin, har liggja skístøðini Valdesquí og Navacerrada. London. London er høvuðsstaður Stóra Bretlands, og hevur umleið 8 308 000 íbúgvar. Rómverjar bygdu London í 43 e.Kr.f. Stívliga 7,5 milliónir fólk búgva í býnum, sum er ein av teimum størstu í Evropa. Høvuðsstaðurin er ein av fíggjarligu og mentanarligu miðdeplunum í heiminum og er væl umtóktur ferðamannabýur. Hvørt ár koma fleiri milliónir fólk til London og fara til dømis í sjónleikarhús, á søvn og at síggja søguligar bygningar. Ikki í nøkrum stórbýi í heiminum er so stórur gjaldoyrahandil sum í London. Í City of London ella "Square Mile", sum miðbýurin eisini verður nevndur, eru fleiri enn 500 bankar, og London er ein av fíggjarmiðdeplum heimsins. Atvoldin er lutvíst tann, at Stóra Bretland áður var heimsveldi, men meiri er, at London liggur væl fyri - mitt ímillum New York City í USA og Tokyo í Japan, sum eru hinir stóru fíggjarmiðdeplarnir í heiminum. Eisini hava teir vunnið sær serkunnleika, ið er bygdur upp, sum árini eru liðin. Nógv fólk úr øllum heiminum flyta til Bretska høvuðsstaðin í styttri ella longri tíðarskeið. Av tí at fólkatalið er so høgt, kann tað vera torført at fáa nakað at búgva í fyri ein hóskandi kostnað, og sum samstundis hevur góðar hentleikar og er væl hildið. Mong máttmikil fleiritjóðafeløg hava høvuðsskrivstovu í London. Nuuk. Nuuk (Danska navnið er Godthåb. Fyrr eisini skrivað: "Nûk") er høvuðsstaður í Grønlandi og hevur umleið 16 túsund íbúgvar (í 2014). Tilsamans búgva 22.673 fólk í høvuðsstaðarkommununi Sermersooq. Eins og allir grønlendskir býir liggur Nuuk fram við sjónum. Nuuk er størsti býur í Grønlandi og høvuðsstaður landsins. Her eru landsstýrisskrivstovurnar og fyrisitingin, og her kemur Landstingið saman. Nuuk er nútíðarbýur í menning. Nógv fólk flytur av bygd til býin og vónar at fáa lut í vælferðini. Norski presturin, Hans Egede, grundaði býin í 1728. Bert 50 ár seinni var íbúgvaratalið rokkið upp um 1000. Nuuk hevur bæði flogvøll og tyrlupall. Flogvøllurin liggur bert eitt sindur uttan fyri býin, á einum øki, har heimsins elstu fjøll standa. Hildið verður, at tey ery meira enn 3500 milliónir ára gomul. Tann gamli býarparturin er niðri við sjógvin. Her eru fleiri gomul, vøkur hús, og í einum teirra Forngripasavn Grønlands innivist. Á savninum fæst ein góð mynd av, hvussu tey baldust í forðum í hesum ísbarda landinum. Skamt frá teimum gomlu húsunum stendur standmynd av Hans Egede. Hann lítur oman yvir ta gomlu bygdina, har hann kendi hvørja steinpirru í túnunum. Hann varnast eisini alt tað nýggja, ið bygt verður millum dag og ár. Her eru bankar, útvarp, skrivstovur, kirkjur, kykmyndahallir, grillbarrir, gistingarhús, steikarhús, sjúkrahús og handlar. Nógvastaðni í býnum síggjast stórir kranar, ið nýttir verða í stórhúsabyggingini. Nuuk er í støðugum vøkstri. Vøksturin er bráðari, enn nakar hevði gjøtlað um fyri einum 20 árum síðani. Tað er drúgført at ganga úr enda í enda á býnum. Ávegis gjøgnum býin síggjast mong sera vøkur sethús og fleiri stór raðhús. Í so mongum er Nuuk líkur einum lítlum stórbýi. Og hann hevur sum allir aðrir stórbýir sínar ringu og góðu síður. Tey flestu, tú hittir ella sært í býnum, eru grønlendingar. Men har er hópur av dønum og øðrum, ið hagar er komin at leita sær arbeiði. Helgi Breiner. Helgi Breiner (f. 1971) er urguleikari í Frederikssund og er búsitandi í Keypmannahavn. Hann er diplomorganistur frá Kgl. Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn og hevur 2 børn. Helgi skrivar eisnini í donsku bløðunum um kirkju, átrúnað og politikk¹. Slóðir. Breiner, Helgi Breiner, Helgi Talusyntesa. Talusyntesa er eitt máltøkniligt forrit, sum umsetir skrivaðan tekst til ljóð. Føroyska forritið Sjúrður er eitt dømi um talusyntesuforrit. Talusyntesa verður millum annað nýtt av blindum, sjónveikum og lesiveikum til at lesa tekstir. Til dømis kann talusyntesan lesa upp innihaldið á heimasíðum. Sjúrður (forrit). Sjúrður er eitt føroyskt ment talusyntesuforrit. Aftan fyri forritið stendur millum annað Sjúrður Gullbein. Sada Abu Khader. Sada Khader (f. 1944) er mamma danska politikaran Naser Khader. Kona Naser Khaders Bente Dalsbæk hevur skrivað eina bók um vermammuna, bókin kallast "Med underkop". Bente Dalsbæk. Bente Dalsbæk (f. 1966) er ein danskur løgfrøðingur, rithøvundur og blaðkvinna. Hin 5. apríl 2007 helt hon fyrilestur í Miðlahúsinum í Havn um lív sítt. Hon hevur skrivað eina bók um nú fyrrverandi vermammu sína Sadu Khader og eina bók um umskering av dreingjum. Hon hevur arbeitt hjá DSB og í Ferðslumálaráðnum (Trafikministeriet) og sum skrivari í Fólkatinginum (udvalgssekretær). Hon búði saman við Naser Khader til 2010. Eftir Muhammed-kreppuna skrivaði hon bókina "Med underkop - Livet med min muslimiske svigermor", har hon fortelur um tá hon møtti mammu Naser Khader og um lívið sum donsk-arabisk familja. Dalsbæk arbeiðir í dag sum freelance blaðkvinna og fyrilestrahaldari. Føroya Fólkaháskúli. Føroya Fólkaháskúli byrjaði sítt virksemi í leigaðum hølum á Stongunum í Klaksvík 5. november 1899. Árið eftir varð flutt í nýbygd hús í Føgrulíð vestanfyri Klakk - út móti Leirvíksfirði. Í 1909 vórðu bæði bygningurin og háskúlavirksemið flutt út í Hornabø í Havn, og har heldur Føroya Fólkaháskúli til enn. Føroya Fólkaháskúli er ein grein av háskúlarørsluni, sum tók seg upp í Danmark um miðja 19. øld. Háskúlarørslan legði alstóran dent á "tað livandi orðið", ella um vit brúka eina nútíðarliga orðing: "persónliga menning" og "almenna upplýsing". Stovnararnir, Rasmus Rasmussen úr Miðvági 1871 - 1962) og Símun av Skarði, ættaður av Skarði í Kunoy, (1872 - 1942), høvdu báðir verið á Askov Højskole skúlaárini 1896/1897 og 1897/1898. Símun var frammanundan útbúgvin lærari, og Rasmus var húsasmiður. Í 1898 fór Rasmus so á Danmarks Lærerhøjskole at fáa sær hægri útbúgving. Um summarið 1899 komu teir báðir heim til Føroya og fóru undir at fyrireika fyrsta háskúlaskeiðið, sum so byrjaði um heystið 1899 við 16 næmingum. Keldur. Árni Dahl: Bókmentasøga II, s. 48ff Moldova. Moldova er lýðveldi í Eysturevropa. Í norðri, eystri og suðri hevur Moldova mark við Ukraina, og í vestri við Rumenia. Landið er fruktagott, og væl fæst av fruktum, víni og grønmeti. Moldova er tó fátækasta landið í Evropa. Tað almenna málið er rumenskt, men tó eru tað mong, ið tosa russiskt. Høvuðsstaðurin eitur Chisinau. Søga. Moldova er gamalt rumenskt fúrstadømi; hetta lítla lanbúnaðarlandið var partur av Rumenia, áðrenn tað varð tikið og lagt undir Sovjetsamveldið í 1940. Hóast tað var fjølbygdasta lýðveldið í gamla Sovjetsamveldinum, eru færri enn tveir triðingar av fólkinum moldavar. Ófriðarligt hevur verið í landinum, síðan tað fekk sjálvstýri í 1991. Ukreinar og russarar, ið eru hin triðingurin, vilja loysa frá Moldava, og víðgongdir moldaviskir tjóðskaparmenn vilja, at Moldava aftur gerst partur í Rumenia. Landafrøði. Moldova liggur millum Ukreina og Rumenia í Eysturevropa. Tað er ógvuliga stórur munur á hitanum um veturin og summarið í Rumenia. Búskapur. Moldova er tað fátækasta landið í Evropa. Chişinău. Chişinău (russiskt; "Кишинёв") er høvuðsstaður Moldovu. Býurin hevur umleið 594 000 íbúgvar. 1. deild. 1. deild er heitið á næstbestu deildini í føroyskum mansfótbólti. Frá 1976 til 2004 varð besta deildin rópt 1. deild, men av tí at hendan í 2005 broytti navn til Formuladeildin og seinni til Vodafonedeildin, varð avgjørt at næstbesta deildin frá 2006 skuldi vera kallað 1. deild. Stiðin. Stiðin er eitt bókaforlag við heimstaði í Hoyvík. Forlagið Stiðin hevur serliga givið út týðingar av klassiskum bókmentum, her uppií týðingar eftir Axel Tórgarð, og orðabøkur. Høvuðsmaðurin handan forlagið er Zakarias Wang, samfelagsfrøðingur. Leirvíksfjørður. Leirvíksfjørður kallast sundið millum Eysturoynna og suðurendan á Kalsoy. Eysturoyarmegin liggur bygdin Leirvík og Kalsoyarmegin var avtoftaða bygdin Blankskáli. Sera streymhart er í Leirvíksfirði. Blankskáli. Blankskáli eisini nevd Blankaskáli æt bygd á suðurendanum á Kalsoy, út móti Leirvíksfirði, sum nú er avtoftað. Eftir herviligt skalvalop í 1809 flutti fólkið av Blankskála og búsettist á Syðradali, sunnast á eystursíðuni á Kalsoy. Bygdin varð avtoftað í 1816. Sagnir. Har eru eisini nakran sagnir frá Blankaskáli. Her eru tær. Frá Blankaskála. Úr Mittstovuni á Blankaskála fór ein maður ein dagin eini ørindi til Húsa. Ætlanin var hjá honum at verða aftur um kvøldið. Men hann kom ikki. Leitað varð bæði leingi og væl av blankaskálamonnum og húsamonnum, men alt var til onga nyttu. Eina tíð eftir, at maðurin var horvin, førdu blankaskálamenn prest frá bygd teirra og til Oyndarfjarðar. Tá ið teir komu norður fyri Líðarmunna, helt prestur fyri: “Her ganger et af vore Faar!” Manningin spurdi tá prest, um tann, hann nevndi, og sum teir grunaðu mundi vera tann burturblivni blankaskálamaðurin, ikki kundi bjargast aftur. Jú, tað helt hann, men hann hevði nú verið so leingi burtur, at eingin gleði mundi vera at fáa hann aftur - best mundi vera, sum var. Gamli oyrarbóndin. Ein morgun, tá ið avtektsmaður Jógvan á Oyri vaknaði, spurdi hann, hvar mannfólkið var farið; tað var so kvirt inni, har annars plagdi at vera stórur gleimur. Kona son hansara, sum mist hevði mannin, og sum nú var uppafturgift við einum av Blankaskála, sum æt Jákup, svaraði honum, at teir vóru farnir til Tórshavnar tíðliga á morgni. Jógvan grunaði við tað sama, hvørji ørindi tann tilkomandi festarin mundi hava í Tórshavn, og hann gjørdist í døpurhuga um, hvussu gangast skuldi sonarsoninum, um hann einki fekk av garðinum. Einastu ráðini fyri at fyribyrgja hetta vóru at fara til Havnar alt í einum, so skjótt at Jákup ikki áðrenn hevði fingið útrættað síni ørindi hjá fútanum um festið. Men torført var at fylgja hesum ráðum, tí ikki var meira á Oyri av mannfólki enn til eina bátsskipan, og hon var øll á hesum morgni farin við Jákupi til Tórshavnar. Hann mátti royna at fáa fatur í hvalvíkingar, so teir í bræði kundu koma honum til hjálpar. Upp við liðina av tí staði, hvar oyrarmenn plagdu at glaða fyri grind í sundinum, kyndi hann bál. Tá ið hvalvíkingar sóu, at glaðað varð á Oyri, fóru teir at skifta orð saman. Glaðan var ikki rættiliga har, hvar hon plagdi at vera, og vóru menn tí av ymiskum hugsanum um, antin tað var fyri grind ella ikki. Størsti parturin helt tó, at grindaboð mundu tað vera. So fóru átta væl útgjørdir menn avstað við báti yvir á Oyrar at frætta, hvar grindin var. Jógvan stóð fyri teimum, tá ið teir komu til lands, segði teimum frá skilinum og spurdi, um teir ikki vildu gera so væl at flyta seg suður til Tórshavnar. Hann hevði altíð verið væl við hvalvíkingar, og teir játtaðu alt fyri eitt. Hann slapp sær so beinanvegin í bátin og bað teir rógva, so skjótt sum teir kundu. Tá ið Jógvan kom til Havnar og hevði latið bátsskipanina fingið ein góðan dramm, fór hann beinanvegin niðan til fútans. Har uppi fann hann teir, Jákup og menn hansara, og festibrævið var nærum skrivað liðugt. - Jógvan segði so ørindi síni. Fútin stóð og ivaðist eina stund, og blankaskála-Jákup byrjaði at siga ímóti orðum Jógvans. Jú, segði fútin at enda (hann visti, at Jógvan var ríkur maður), um Jógvan vildi rinda 600 rbd. umframt festiútreiðslurnar, skuldi sonarsonurin fáa hálvan garðin. 600 rbd. var stórur peningur í teirri tíðini. Og Jógvan helt eitt sindur ímóti; helvtin av hesum peningi, helt hann fyri, mundi kortini vera góð dagløn fyri fútan. Men fútin helt upp á sítt, og Jógvan mátti ganga undir fútaboðini og gjalda honum teir 600 rbd. Tá ið Jógvan bóndi fór út, var øðin komin í hann. Hann klamsaði hurðina aftur eftir sær og rópaði: “Fáur syrgir fútadeyða!” “Ikki er fútin so bíligur sum tit," segði hann við hvalvíkingarnar, tá ið hann aftur fór til báts. Tá ið Jógvan kom aftur til Oyrar, stóð abbasonurin fyri honum á sleipistøðini at hjálpa abbanum úr bátinum. “Gott, abbasonurin,” segði tann gamli. “Til løn fyri hetta havi eg eisini bæði fest og keypt tær hálvar Oyrar.” Soleiðis fór Oyragarður í helvt. Kambsrisin. Kambsrisin búði í Kaldbakshaga. Hann gjørdi seg einaferð til at fara í Norðuroyggjar. Av Gøtunestindi ætlaði hann at leypa yvir á Kalsoyargalv; annar fóturin kom á helluna vestan fyri Foringaklett við Galvsrætt, sporið eftir honum stendur har enn tann dag í dag og skal vera so stórt sum leggstaðið eftir einum seyð. So illa bar til, at hann var um at fara bakleiðis á sjógvin. Fyri at handa sær, tók hann í hvørjumegin fjallið oman fyri Galvin. Har er nú ein klettur, sum verður kallaður Risahøvdið. Men hvat hendi ikki! Kalsoyggin rivnaði, tá ið hann best hevði fingið hendurnar fyri seg - ein riva kom á hvørjumegin fjallið og gekk líka niður ígjøgnum og er blivin til tvær gjáir. Gjógvin eystanfyri kallast Nesgjógv, og hin vestanfyri verður nevnd Rættargrøv. Tá ið Kalsoyggin sveik og tók á at rivna, misti kambsrisin tak í hana, og hann fór eftir rygginum í Leirvíksfjørð. Andøvsíðan, ið gongur í útnyrðing fram við Kalsoynni, fekk tá fatur í hann og beindi fyri honum. Tað var missur í einum slíkum menni! Veðurmerki. Veðurmerki er tekin ella merki, ið kann eygleiðast í náttúruni, og sum var hildið at geva ábending um veðurlagið. Tað kundi vera at eygleiða, hvussu kríatúr bóru seg at, t.d. at seyður stoytir uppundir kulda, ella tað kundi vera at meta um komandi árstíð eftir hvussu veðrið roynist ein ávísan dag, t.d. at sum fyrsti hundadagur er, soleiðis fer summarið at vera. Hundadagar. Hundadagar kallast tíðarskeiðið frá 23. juli (fyrsti hundadagur) til 23. august (hundadagar enda). "Sum veðrið er, tann dagin hundadagarnir byrja, soleiðis skal summarið vera", var eitt gamalt veðurmerki. Julian Johnsson. Julian Schantz Johnsson (24. februar 1975) er fyrrverandi føroyskur fótbóltslandsliðsleikari. Leikari sum fyri tað mesta spældið mitt á miðjuni. Hann hevur spælt 62 landsdystir og skotið 4 mál fyri Føroyar (1995-2006). Hevur harumframt spælt fleiri U-landsdystir. Julian hevur eisini roynt seg sum fótbóltsvenjara, hann var venjari hjá B68 í 2005 (22 dystir, leikandi venjari) og 2006 (2 dystir, leikandi hjálparvenjari). Útgávur. Gav í 2006 út bókina "Føroyingurin úr Danmark", um lív sítt sum fótbóltsleikari. Gráfelli. a> (lítli tindurin í miðjuni) og Manssetur (fjallið longst til vinstru), sæð av Eiði. Gráfelli er næsthægsta fjall í Føroyum. Tað er norðast í Eysturoynni millum Eiði, Funning og Gjáar, beint norðanfyri Slættaratind, sum er Føroya hægsta fjall. Gráfelli er 857 m høgt. Vestur úr Gráfelli er ein lítil tindur, ið kallast Krákan. Skarðið millum Slættaratind og Gráfelli kallast Bláaberg og er í 640 metra hædd. Menningarlæran. Menningarlæran, eisini nevnd evolutión, fyrr darwinisma ella darwinslæra, er í lívfrøði læran um eina menning, ið lýsir stigvísa broyting í lívverum orsakað av arvi, afturskapan og úrveljing. Menningarlæran er eitt vísindaligt ástøði, t.e. er prógvað við vísindaligum grundreglum, reglubundið og skipað, ið greiðir frá lívfrøðiliga fjølbroytninum á jørð, og hvussu nýggj djórasløg og lívverur verða til vegna broyting í m.a. umhvørvi og rándjórum. Meginparturin av vísindafólkum eru samd í, at menningarlæran er frágreiðingin, hví lívfrøðiliga fjølbroytnið er vorðið til. Tó er ósemja ímillum átrúnaðarligir bólkar. Til dømis hava fleiri pávar viðurkent menningarlæru, ímeðan aðrir trúarbólkar hava avnoktað menningarlæru. Tað eru serliga protestantar í USA, ið avnokta menningarlæru í vesturheiminum. Hinvegin, góðtaka flestu fólk í protestantiskum londum í Evropa menningarlæru sum sannleiki. Í 19 amerikanskum statum hava rættarmál verið um hetta evnið í lívfrøðiundirvísingini. Spurningurin hevur verið uppi at venda í fleiri føroyskum skúlum, men okkum kunnnugt er eingin vegleiðing um, hvussu lærarar í lívfrøði skulu fyrihalda seg. Í bæði USA og Stóra Bretlandi trúgva ikki meir enn helvtin av fólkinum uppá, at menningarlæran er sonn. Buddhistar er tann bólkurin, sum góðtekur menningarlæruna í størsta mun, meðan Jehova vitnir eru tann, sum góðtekur hana minst. Kjak í USA. Kjakið um menningarlæru og skapanarlæru tók seg av álvara upp á vetri 1999 í USA, tá ið eitt skúlaráð í einum landsluti í Kansas ynskti at víðka undirvísingarskránna, soleiðis at næmingar eisini, umframt menningarlæruna, fingu at hoyra frágreiðingar, har ein máttur uttanífrá kundi havt eina ávirkan á upprunan til alheimin og menniskjuna. Næmingarnir kundu so sjálvir gera sína meting. Í báðum undirvísingarskráunum skuldu frágreiðingarnar byggja á eygleiðingar, kanningar við royndum og logiskari grundgeving, ið staðiliga halda fast við fyrisetingar og eitt sunt skeptiskt sjónarmið. Rættuligur uppreistur varð í USA, tí man metti hetta verða eina samanblanding av religión og vísindi. Seinastu árini hevur eisini verið rættuligt kjak í Norðanlondum, tí ávísir frískúlar hava ynskt at læra næmingar onnur alternativ til menningarlæruna. Galatasaray. Galatasaray Spor Kulübü ella GS er eitt fótbóltsfelag úr Istanbul í Turkalandi. Felagið varð stovnað í 1905. Umframt at vera eitt fótbóltsfelag er Galatasarey eisini eitt ítróttarfelag við fleiri ítróttargreinum. Felagið hevur flogbólt fyri menn og kvinnur, kurvabólt fyri menn og kvinnur og fyri fólk við breki, frælsan ítrótt, bridge, judo, rógving, sigling, svimjing, vatnpolo fyri menn og kvinnur, tennis, hondbólt, ríðing og rasarakoyring. Lavrasmessa. Lavrasmessa er 10. august. Lavrasmessa er til minnis um Santa Laurentius, kirkjutænara í Rom, sum 10. august 258 leið blóðvitnisdeyðan. Av navninum Laurentius fáa vit nøvnini Laurits, Lars og Laars. Argja Bóltfelag. Argja Bóltfelag (stytt AB) er eitt føroyskt fótbóltsfelag, sum varð stovnað 15. august 1973. Søga. Tað var danin "Johnny Nyby" saman við øðrum ítróttaráhugaðum á Argjum, sum breyt slóð fyri AB. Á vári 1974 fekk AB sína fyrstu nevnd. Í henni sótu: Johnny Nyby, formaður, Fróði Olsen, næstformaður, Sonja á Argjaboða, kassameistari og Kristian Arge, skrivari. Hinir stjórnarlimirnir vóru: Erling Olsen, Sæmundur Mortenen og Jens Hansen. Sama árið luttók felagið í teimum regluligu kappingunum. Vánaligar venjingarumstøður vóru at byrja við - bert ein trongligur skúlagarður. Seinni fekst eitt stykki niðan fyri skúlan at íðka á, sum var 20 x 40 fermetrar til støddar. Eingin vøllur var á Argjum tá, men við vælvild frá fótbóltsfeløgunum í Havn og Tórshavnar Býráð, kundi AB læna vøllin í Gundadali at venja og leika dyst á, og soleiðis var gjørligt at halda lív í felagnum. a>, bæði liðini ryktu niður í 1. deild. AB hevur eisini havt eitt lið í bestu kvinnudeildini. Her spæla tær móti FC Suðuroy í 2012, tær vunnu dystin 5-0.Í 2020 hevur AB lið í 1. deild hjá kvinnum. Í 1983 varð fótbóltsvøllur gjørdur á Argjum. Hetta betraði munandi um umstøðurna hjá felagnumr. Í 1985 bleiv AB húsið bygt. Hetta varð gjørt tí innrættað hølistrupuleikar vóru í skúlanum. Ovara hæddin í húsinum varð gjørt til tvær skúlastovur. AB húsast soleiðis í neðra í húsinum. Nú í nøkur ár hevur frítíðarskúlin húsast í ovaru hæddini. Í 1998 varð graslíkið lagt á vøllin, og felagið fekk somu umstøður sum flest øll feløg í landinum. Í 2010 varð aftur nýtt graslíki lagt á fótbóltsvøllin á Argjum og harumframt var eitt áskoðaraskýli bygt. Bæði graslíkisvøllurin og nýggja áskoðaraskýlið vóru tikin í nýtslu á Ólavsøku. B71. B71 (stytting fyri Bóltfelagið 1971) er eitt fótbóltsfelag úr Sandoy sum var stovnað 1. januar 1970. Heimavøllurin hjá B71 er Inni í Dal. Fyrrverandi leikarar. B71 móti FC Suðuroy í Vodafonedeildini 2. mai 2010, B71 vann 3-1. EB/Streymur. EB/Streymur er eitt fótbóltsfelag í Sundalagnum, sum var stovnað í 1993 við at Eiðis Bóltfelag (EB) av Eiði (stovnað 1913) og Ítróttarfelagið Streymur (stovnað 1976) løgdu saman. Heimavøllurin var fyrstu árini á Mølini á Eiði, men frá 2006 til 2017 vóru heimadystirnir leiktir frammi við Margáir í Streymnesi. Í 2017 stóð snotiliga stadionøkið klárt í Hólmanum á Eiði, og fyrstalið leikti sínar heimadystir har í 2018 og 2019, meðan ítróttarøkið við Margáir varð umvælt. Í 2020 vóru heimadystirnir við Margáir og í 2021 aftur í Hólmanum. EB/Streymur var fyrstu ferð í bestu deildini í 1994, men endaði niðast, og flutti niður. Í 2001 vóru teir aftur í bestu deildini hjá monnum, og har hildu teir sær í fleiri ár, men í 2015 endaði liðið á aftasta plássi í Effodeildini og flutti niður í 1. deild. Í 2016 vann EB/Streymur 1. deild við 67 stigum og flutti upp aftur í bestu deildina. UEFA Cup, UEFA Champions League og Europa League. EB/Streymur hevur fleiri ferðir luttikið í UEFA Europa League. Í 2013 komu teir víðari eftir 1. innleiðandi rundu (1. kvalifikasjónsrunda). Gøtu Ítróttarfelag. Gøtu Ítróttarfelag var eitt fótbóltsfelag úr Gøtu sum var stovnað í 1926. Felagið er ikki til longur sum fótbóltsfelag, tað legði saman við LÍF í 2008 og bleiv til nýggja felagið Víkingur. Klaksvíkar Ítróttarfelag. Frímerki við mynd av fótbóltsdysti millum KÍ og HB a> gjørdist annar av tveimum toppmálskjúttum við 22 málum. Klaksvíkar Ítróttarfelag er eitt fótbóltsfelag úr Klaksvík, sum varð stovnað í 1904. Felagið hevur bæði mansfótbólt og kvinnufótbólt. KÍ kvinnurnar hava vunnið 14 FM heiti á rað og so hava tær vunnið steypakappingina 10 ferðir. KÍ menninir hava fyri tað mesta spælt í bestu mansdeildini, burtursæð frá 2010, tá teir spældu í 1. deild. Heiður. Hesi tølini eru fyri mansfótbóltin í Klaksvík, fyri at síggja úrslitini hjá KÍ kvinnunum, sí KÍ (kvinnur). Brot úr søguni hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag1. Í 1904 - áðrenn Klaksvíkar kommuna varð sett á stovn - varð Klaksvíkar Ítróttarfelag, í dagligari talu nevnt KÍ, stovnað og tvey ár eftir stovnsetanina av kommununi, í 1910, varð fótbóltsvøllur gjørdur. Bæði í 1932 og í 1950 vóru stórar umvælingar gjørdar av vøllinum og í 1951 var hondbóltsvøllur gjørdur við síðuna av fótbóltsvøllinum. Fimm ár seinni var felagshús gjørt til KÍ. Hetta var gjørt í samráð við Klaksvíkar kommunu, sum samtykti stadionætlan í 1949. Eftir hetta – í 1960-unum - fekk KÍ nøkur góð ár og vann fleiri føroyameistaraheiti á rað. Í 1968 varð stór ítróttarhøll bygd í Klaksvík. Høllin fekk stórar umvælingar í 1980-unum og hon varð eisini útbygd. Samstundis fekk fótbóltsvøllurin stórar umvælingar og í 1988 var graslíki lagt á vøllin. Nýliga er nýtt skýlið bygt við fótbóltsvøllin. Harvið vóru ikki einans umstøðurnar hjá fótbóltinum gjørdar nógv betri, men eisini hondbólturin og innandura ítróttargreinar sum heild fingu nógv betri kor. Tey seinastu árini hava bæði flogbólturin, kvinnufótbólturin og kvinnuhondbólturin havt góð úrslit at víst á. Skála Ítróttarfelag. Skála Ítróttarfelag er eitt fótbóltsfelag úr Skála sum var stovnað í 1965. Skála leikti í bestu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum frá 2003 til 2008, tá liðið flutti niður í 1. deild. Tað eru kvinnurnar, sum hava fingið bestu úrslitini hjá Skála Ítróttarfelag. Tær vunnu FM í 1990 og 1992. Í 1992 vunnu tær eisini steypakappingina. Skála megnaði í 2005 annað plássið í bestu deildini, og var hettar teirra besta avrik nakrantíð. Skála spældi hervið í UEFA CUP 2006-07. ÍF. ÍF móti TB við Stórá hin 29. apríl 2012. Á myndini sæst Clayton Soares do Nascimento, sum seinni tað árið gjørdist toppskorari í Effodeildini. Ítróttarfelag Fuglafjarðar er eitt ítróttarfelag úr Fuglafirði sum varð stovnað 25. mars 1946. ÍF var tað fyrsta felagið úr Eysturoynni, sum vann føroyameistaraheitið í fótbólti, tað var í 1979. Í 2010 gjørdist ÍF nummar 2 í steypakappingini og nummar 4 í Effodeildini (sum tá nevndist Vodafonedeildin), og vann sær harvið atgongd út í Evropa at spæla fyri fyrstu ferð. ÍF hevur eisini fevnt um aðrar ítróttargreinar - flogbólt, kappróður og badminton. Men fyri nøkrum árum síðani blivi feløgini skild sundur so tey eita ávikavist ÍF (sum framvegis tekur sær av fótbóltinum), ÍF-Flogbóltur, ÍF-Kappróður og ÍF-Badminton. Litirnir hjá ÍF eru reyðir og hvítir. VB. VB kvinnurnar gjørdust nummar tvey í Steypakappingini í 2012 og 2013. Hetta er beint eftir finaluna móti Neistanum í februar 2013. Bára Krosslá Mortensen og venjararnir mangla á myndini. VB kvinnur í Sunsetdeildini í dysti móti Neistanum, mars 2011. VB - VÍF í november 2011. VB vann henda dystin 33-16. a> dreingir 16 ár í desember 2011. VB vann henda dystin 22-18. a> í steypafinaluni Coca-Cola Cup 2012. Stjørnan vann 27-23. VB, Vágs Bóltfelag varð stovnað í 5. juni 1905 í Vági. Felagið hevur verið bæði fótbóltsfelag og hondbóltsfelag. Eitt skifti í 1980'unum og 90'unum var eisini eitt flogbóltsfelag sum nýtti navnið VB. Badminton hevur eisini verið íðkað við navninum VB. Einasta ítróttargrein sum í dag brúkar navnið VB er hondbólturin. VB er sostatt eitt hondbóltsfelag í Suðuroynni. VB hevur havt eitt lið við í bestu deildini hjá kvinnum í mong ár. VB kvinnur í Sunsetdeildini 2012/13. "Plássini í talvuni niðanfyri eru bert vegleiðandi." Fótbóltsfelagið eitur nú FC Suðuroy. VB fótbóltur er ikki til longur. Felagið broytti navn nakrar ferðir í samband við samanlegging við Sumbiar Ítróttarfelag. Í 1995 nevndist felagsliðið Sumba/VB. Tað samstarvið vardi bert eitt ár, so fóru tey sundur aftur. Men 10 ár seinni løgdu VB og Sumbiar Ítróttarfelag aftur saman. Fótbóltsfelagið kom tá at eita VB/Sumba árini 2005-2009. Sumba var eitt fótbóltsfelag úr Sumba, sum varð stovnað í 1949. VB og Sumba hava sum nevnt lagt liðini saman til eitt felagslið sum nevndist VB/Sumba fram til 31. desember 2009. Frá 1. januar 2010 skiftið felagsliðið hjá VB/Sumba navn til FC Suðuroy. FC Suðuroy spældi í bestu deildini, Effodeildini, í 2010 og 2012, í 2013 og 2014 hevur felagið leikt í næstbestu deildini. Kvinnurnar hjá FC Suðuroy spæla heldur ikki í bestu deildini í løtuni (2014). VB Føroyameistari í fótbólti. VB hevur einaferð vunnið føroyameistarheitið í fótbólti, tað var í 2000. Nes Sóknar Ítróttarfelag. Nes Sóknar Ítróttarfelag er eitt fótbóltsfelag úr Runavík sum var stovnað í 24. mars 1957. NSÍ vann 21. oktober 2007 fyri fyrstu ferð í søgu felagsins føroyska meistaraheitið í fótbólti, hóast seinasta umfarið ikki varð leikt fyrr enn 27. oktober. Evropeisk luttøka. Í 2011 spældu teir 0-0 móti 2009-10 finalistunum Fulham men taptu samlað 0-3. Víkingur 2008. a> 25 mars 2012. Kaj Leo í Bartalsstovu og Evrard Ble eru Víkinga leikararnir á myndini. Víkingur er eitt fótbóltsfelag í Eysturoy, sum varð stovnað í 2008, sum ein samanlegging av Gøtu Ítróttarfelag (stovnað í 1926) og Leirvíkar Ítróttarfelag (stovnað í 1928). 24. juli skrivaði Víkingur føroyska og evropiska fótbóltssøgu, tá liðið vann seinna dystin í øðrum undanumfari í Europa League 2-1 móti Tromsø IL á útivølli og gjørdist harvið fyrsta føroyska liðið nakrantíð, ið megnaði at leika seg í triðja undanumfar til Europa League kappingina. Málini hjá Víkingi gjørdu Bárður Hansen og Hallur Hansson. Víkingur vann sítt fyrsta føroyameistaraheiti í mansfótbótli hin 22. oktober 2016 við 61 stigum, eitt stig frammanfyri KÍ, ið fekk 60 stig. Árið eftir, í 2017, endurvann felagið føroyameistaraheitið. Fótbóltshópurin hjá besta liðnum. "Dagført 28. juni 2017" Miðvágs Bóltfelag. Miðvágs Bóltfelagið er eitt fótbóltsfelag úr Miðvági, sum varð stovnað í 1905. 1892. 1892 (MDCCCXCII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. Keisari. Keisari kallast ríkisleiðarin í summum londum. Orðið keisari kemur úr latíni. Vit kenna tað eisini sum navnið Cæsar. Umframt í rómverjaríkinum hava eisini ríkisleiðarar í fleiri evropeiskum londum rópt seg keisara, m.a. Russlandi (russakeisari ella sarur), Fraklandi (Napoleon Bonaparte), í Eysturríki og í Týsklandi. Fleiri lond uttanfyri Evropa høvdu eisini einaferð ein keisara sum ríkisleiðara, m.a. Etiopia, Persia, Kina, Japan, India, Brasil og Meksiko. Kirkjuár. Kirkjuárið byrjar við adventini 4. sunnudagin undan jólum og gongur til næsta adventin byrjar. Til kirkjuárið hoyrir ein tekstarøð, sum prædika verður úr í fólkakirkjuni. Fyrra tekstarrøð verður nýtt tey árini, tá meginparturin av kirkjuárinum er eitt árstal, sum er staktal (ólíkatal), td. 2001, 2003, 2005, 2007), og seinna tekstarrøð verður nýtt tey árini, tá meginparturin av kirkjuárinum er eitt árstal, sum er makatal (líkatal), td. 2002, 2004, 2006, 2008. Berøa. Berøa kallast samkomuhúsið hjá brøðrasamkomuni í Saltangará. Navnið er bíbilskt staðarnavn. Tað kemur úr grikskum og sipar til bý í Makedónia. Møtir. Undómsmøti: Hvønn leygardag klokkan 20:00. Skráin á ungdómsmøtinum er: 2 tímar spæl, 20 minuttir tala og so er tað drekkamun. Seinni fer ungdómurin at fylgjast á vegnum. Hatta er eitt gott og stuttlingt møti, til kristlig børn. El Salvador. El Salvador (spanskt: República de El Salvador) er eitt land í Miðamerika við marki móti Guatemala og Honduras. Høvuðsmálið í El Salvador er spanskt. Høvuðsstaðurin í El Salvador eitur San Salvador. Frá 1979 til 1991 var blóðugt borgarakríggj ímillum stjórnarherin, sum USA stuðlaði, og vinstrasinnaðar uppreistrardeildir. Eini 75 000 fólk doyðu. 16. januar í 1992 kom friðaravtala í gildi. Søga. Í øldir áttu nakrar fáar ríkar ættir alla jørðina í landinum, og mesta fólkið leið hungur og hall. Í 1970-árunum kravdu fólk í El Salvador jørð og arbeiði til tey fátæku; katólska kirkjan við Óscar Romero (15. august 1917 – 24. mars 1980) erkibiskuppi á odda stuðlaði hesum. Í 1979 tóku nakrir herovastar valdið. Teir lovaðu at bøta um viðurskiftini, men kúgaðu alla andstøðu við harðari hond. Romero varð myrdur í 1980. Borgarakríggj brast á ímillum stjórnarherin, ið fekk stuðul úr USA, og uppreistrardeildir. 75 000 fólk lótu lív. Friðaravtala varð undirritað í 1992. Landafrøði. Ein fjallaryggur við nógvum gosfjøllum eyðkennir landslagið. Skógirnir, har nógvur setrisviður, mahogni og eik vuksu, eru ruddaðir til landbúnaðarjørð. Miðamerika. Miðamerika er smalt eiði ímillum Meksiko fyri norðan og Suðuramerika fyri sunnan. Meginparturin er fjallalendi suður ígjøgnum landið, og har eru nógv gosfjøll. Í Karibiahavi úti fyri eysturstrondini eru nógvar vakrar, pálmavaksnar oyggjar. Málið, søgan og mentan í Miðamerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í Miðamerika. Guatemala. Lýðveldið Guatemala er eitt land í Miðamerika. Í norðri hevur Guatemala mark við Meksiko og Belis, í eystri við Honduras, og í suðri við El Salvador. Høvuðsmálið í Guatemala spanskt. Høvuðsstaðurin í Guatemala eitur Guatemalabýur. Avtoftaðir býir úr stórtíð Mayaríkisins og katólskar kirkjur í sponskum sniði bera boð um, at mentanin í Guatemala er fjølbroytt. Helmingurin av fólkinum nú á døgum er ættaður frá mayaindiánunum, og flestu teirra búgva í bygdum í hálendinum. Hin helmingurin er lutvíst indiánskur, lutvíst spanskur. Mangir mayaindiánar arbeiða hjá ríkum góðseigarum, sum dyrka kaffi, sukur og bananir, sum er týdningarmesta útflutningsvøra í landinum. Guatemala flytur eisini út nýhentaðar blómur, mest rósur, ið verða dyrkaðar í dølunum við Antigua. Flestu fólk í Guatemala eru rómversk katólsk, ið var átrúnaðurin, sum spaniamenn bóru við sær, tá ið teir komu hagar í 15. øld. Alt fleiri fólk taka nú við protestantiskari trúgv, men fólkið hevur eisini aðra gudsdýrkan, ið hevur røtur aftur í gamla mayaindiánska trúgv. Skrúðgongan í Antigua er eitt av hátíðarhaldunum í halgu vikuni. Í Sankta Tomaskirkju verður biðið bæði til katólsk halgimenni og gamlar indiánskar gudar. Ferðavinnan er tann vinna, sum veksur skjótast í Guatemala. Á hvørjum ári koma stívliga hálv millión fólk til landið at síggja gomlu mayabýirnar. Tempultoftirnar av mikla mayabýnum Tikal eru í einum stórum tropuskógi. Enn veit eingin, hví fólkið brádliga fór úr býnum fyri um 1000 árum síðan. Mangir mayaindiánar í Guatemala eiga smáar jarðarteigar, har teir dyrka mais, bønir, grasker og frukt. Tey, ið búgva avsíðis, ganga langan veg at selja grøði sína. Á marknaðinum verða eisini seldar blómur og handgjørdar vørur og ymsir lutir, ið handvei karar hava gjørt, t.d. leirvørur og kurvar. Liljur og rósur, nelikar og gladiólir verða dyrkaðar í dølunum. Tað mesta verður selt til USA. Konurnar á bygd ganga í øklasíðum skjúrti, sum tær sjálvar veva. Mynstrini eru fleiri hundrað ára gomul. Veving er gamalt handverk. Vovið verður við litføgrum tógvi og tráði, og somu mynstur eru gingin í arv ætt eftir ætt. Fleiri enn 300 ymisk mynstur eru, sum øll hava sína serligu søgu. Vevkonurnar nýta einfaldar vevar, sum eru lættir at taka við sær, tá ið tær flyta úr einum staði í annan. Mayafólkið má alsamt stríðast til tess at lívbjargað sær, og mong hava tolt nógv og eru dripin, tá ið tey hava roynt at hildið fast um sín gamla lívshátt. Ringast var fyrst í 1980-árunum, tá ið hernaðarstýrið, sum tá var, setti sær fyri at týna mayafólkið. Eini 60.000 fólk flýddu til Meksiko og hava livað har í flóttafólkalegum. Nú flyta tey heim aftur til Guatemala, men viðurskifti teirra eru óviss, og mesta jørðin er tikin frá teimum. Í Guatemalabýi gerast alt fleiri gøtubørn. Tað eru børn, sum eru farin heiman undan neyð og fátækadømi. Á gøtunum lívbjarga tey sær; tey stjala, bidda og selja tað, tey finna á ruskdungum. Mannarættindafelagsskapir, t.d. Amnesty International, eru nú farnir at arbeiða fyri at bøta um viðurskftini hjá hesum børnum. Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs. Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs er bókmentaheiðursløn, sum Tórshavnar býráð letur fyri barnabøkur. Heiðurslønin verður latin sama dag sum Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens, 17. september, ella ein av døgunum beint áðrenn ella beint eftir føðingardag Mads Andreas Jacobsens, í 2011 vóru virðislønirnar latnar 22. september og í 2012 vóru tær latnar hin 20. september. Tvær virðislønir kunnu latast, men nevndin hevur eisini heimild til bert at lata eina ella onga. Virðislønirnar eru 20 000 kr. hvør. Í nevndini fyri heiðurslønina eru fimm limir, sum umboða býráðið, Býarbókasavnið í Havn og skúlabókavørðarnir í kommunalu skúlunum. Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin fyrstu ferð í 1976. Í 2010 varð reglugerðin nakað víðkað og broytt, og heitið Barnabókaheiðursløn varð broytt til Barnamentanarheiðursløn. Nevndin fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs. Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Poulina Slættanes og Irdi Danielsen, valdar av býráðnum og Hansina Huusgaard, vald av skúlabókavørðunum við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu. Haraldur Hárfagri. Haraldur Hárfagri (uml. 850–933) (Haraldr hárfagri) var Noregs kongur umleið ár 872–933, eftir at hava verið kongur yvir pørtum av landinum síðani 860/865. Summi rokna tí kongstíð hansara frá hesum árum. Hesi árstøl eru tó ásett við stórari óvissu. Eyknevni Hárfagri fekk hann, tí hann svór ikki at klippa sær hárið fyrr enn Noreg var savnað í eitt ríki. Tað sigst, at ungur bar fram bønarorð til Gyðju, dóttir Eirik kong í Hordalandi, men hon vildi ikki hava ein so "lítlan" kong. Øðrvísi varð, um hann hevði verið kongur yvir øllum Noregi. Vogar. Vogar er ein lítil bygd, sum liggur á Reykjanes hálvoynni í Íslandi. Har búgva umleið 1000 íbúgvar. Kristnastova. Kristnastova kallast samkomuhús hjá Brøðrasamkomuni í Keypmannahavn. Hjúnini Susan og Øssur Berghamar byrjaðu virksemið millum føroyingar í Keypmannahavn í eini íbúð á Oxford Allé í 1973, men skjótt gjørdust hølini ov smá, og á sumri 1979 vóru eini stór sethús keypt á Birmavej 36 á Amager; har hevur virksemið hildið til síðani. Nikæno-konstantinopolitanska trúarjáttanin. Nikæno-konstantinopolitanska trúarjáttanin verður eisini kallað "2. trúarjáttan" (latín: "symbolum Nicaenum"). Hon er ein av teimum 5 játtanarritunum í føroysku fólkakirkjuni. Heitið sipar til, at orðaljóðið er eitt úrslit av kirkjufundunum í Nicea í 325 og í Konstantinopel í 381. Hon er soleiðis ein fornkirkjulig trúarjáttan. Nikæno-konstantinopolitanska trúarjáttanin verður stundum brúkt í guðstænastuni í føroysku fólkakirkjuni, hóast apostólska trúarjáttanin er tann vanligara. Stundum verður byrjað við at avnokta alt tað ónda, men tað er ikki partur av sjálvari trúarjáttanini. Nikæno-konstantinopolitanska trúarjáttanin greinar læruna eitt sindur gjøllari enn apostólska trúarjáttanin. Ein týðandi munur er tó, at hon aftur at teimum trimum liðunum, ið samsvara við tríeindina, hevur fingið ein fjórða lið um dópin. Kelda. "Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar", Føroyskt kirkjumál, 2000 Undirhúsið í Vágsbotni. Undirhúsið í Vágsbotni hevur síðan 1936 verið eitt savningarstaði hjá monnum úr Havn. Undirhúsið á Argjum. Undirhúsið á Argjum læt upp í 1994 í Andrassarstovu á Argjum. Tórshavnar kommuna læt hølini ókeypis. Bartalsmessa. Bartalsmessa, eisini kallað "bartalsøka", er 24. august. Bartalsmessa er minningardagur fyri lærusvein Jesusar "Bartolomeus" (grikskt: "Bartolomaios"), ið vanliga verður hildin at vera tann sami, sum eisini kallast "Natanael", vinmaður "Filip" (Jóh. 1:45-51). Í Bíbliuni verður Bartolomeus bara nevndur saman við hinum lærisveinunum, og sambært kristnari traditión var hann trúboðari í India og Mesopotamia, áðrenn hann leið blóðvitnisdeyðan í Armenia við at vera skrædlaður livandi. Líramariumessa. Líramariumessa er ein av mongu mariumessunum. Hon er 26. august, og við tað at dagurin eisini kallast líradagur, eru nøvnini samanrunnin til navnið líramariumessu. Dilkadagur. Dilkadagur er høgtíðardagur um heystið, tá okkurt serliga gott varð havt til matna. Tríggir dagar um heystið bera hetta heitið: mariumessa 8. september, mikkjalsmessa 29. september og allahalgannadagur 1. november. Navnið "dilkadagur" kemur av orðinum "dilkur", sum hevur ymsa merkið ymsastaðni í oyggjunum, men fyri tað mesta merkir gott lamb ella góður matur av lambi, eitt nú blóðmørur og lambskjøt, ið man sipa til, at hesir dagar hava verið hildnir sum høgtíðardagar. Mikkjalsmessa. Mikkjalsmessa er 29. september. Dagurin verður eisini róptur dilkadagur. PADI. PADI (Professional Association of Diving Instructors), er eitt yrkisfelag fyri kavara lærarar og tað er heimsins størsti frítíðarkavara limafelag og útbúgvari av frítíðarkavarum stovna í 1966 av John Cronin og Ralph Erikson. PADI limir, (kavaramiðstøðir, kavarafrítíðarstøð, kavaraskúlar, kavvenjarir, kavfrøðingar) útbúgva størsta partin av frítíðarkavarum í heiminum (uml. 65 %). PADI hevur skrivstovur í Avstralia, Kanada, Sveis, Japan, Svøríki, Stóra Bretland og Sameindu Statunum USA. Høvuðsskrivstovan, PADI Worldwide, er í Kaliforniu, USA. PADI skrivstovur avgreiða meira enn 130.000 yrkis limir og meira enn 5.300 kavarasentru og kavarskúlar í meira enn 180 londum pg økjum. PADI útbúgvingar tilfarð er tøkt í meira enn 26 ymsum málum. Luciano Pavarotti. Luciano Pavarotti (12. oktober 1935 - 6. september 2007) var italskur tenorsangari, doyði av krabbameini eftir fleiri ára sjúkralegu. Fram um nakran annan megnaði Pavarotti at gera operuna fólksliga, og hann hevði fleiri stórar konsertir saman við kendum popptónleikarum. Tangafjørður. Tangafjørður er sunnasti og breiðari parturin av sundinum millum Eysturoy og Streymoy - norðanífrá millum Veðranes vestanfyri Selatrað og Hósvík, og suður millum Eystnes og Hvítanes. Dýpið í Tangafirði eru um 60 - 70 metrar. Sunnarlaga í Tangafirði eru Flesjarnar. Flesjarnar (Eysturoy). Flesjarnar eru ein stór grynna við fleiri flesjum í sunnan úr Raktanga og lágan eystan úr Kaldbaksnesi, umleið miðskeiðis millum Eysturoy og Streymoy. Fleiri skip eru farin á Flesjunum, har dýpi um eitt stórt øki bert er heilt fáar metrar. 2. august 2021 rennur línuskipið Eivind á flesjarnar. Hann bleiv sleipaður av, og sleipaður til Havnar Niðursetubygd. Niðursetubygdir kallast tær bygdir, sum eru bygdar seinastu øldirnar, serliga í 19. øld, við at menn fingu traðir burturav kongsjørðini burturi í óbygdum, og so bygdu sær hús á trøðni, veldu hana og búsettust har. Niðursetubygdir eru tí ikki gamlar bygdir, og har er í flestu førum ongin kongsgarður. Í summum førum er bygdin tó bygd við at bóndi hevur búsett seg í sínum hagaparti, og tá er eisini uttangarðs jørð til bygdina. Trøð. Ein trøð er jarðarlutur, td. einir 10 000 m2, ið verður latin til leigu ella sølu burtur av kongsjørð. Tann, ið fekk trøðna, kundi vanliga keypa hana, tá hann hevði velt ávísan part av trøðni. Vanliga bygdu fólk á trøðni, høvdu kúgv, høsn og kanska seyð, og lívbjargaðu sær soleiðis av jørðini og av tí, sum fekst úr sjónum. Í dag eru flestu traðir í miðøkjunum lutaðar sundur til grundstykki og bygdar, og tær, ið eftir eru, verða havdar til seyðahald sum ítriv, at hava nakrar traðarseyðir. Fleiri nýggjar bygdir eru bygdar við at traðir eru lutaðar út. Hesar bygdir kallast niðursetubygdir. Tríeindin. Heilaga tríeindin (enskt: "trinity") vísir til Guð Faðir, Sonin og Heilaga andan. Tá ið Maria fann Jesus í templinum í Jerúsalem, talar hann um templið sum "hús faðirs míns". Og tá ið Jesus varð doyptur, segði Guð: "Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til". Heilagi andin vitjaði Mariu og greiddi henni frá, at hon skuldi eiga Jesus, og at hon skuldi vera við til dóp hansara. Gyllin. Sum jarðareind er ein gyllin 1/16 av eini mørk. Gyllinin verður býttur í 20 skinn. 1 mørk = 16 gyllin á 20 skinn. Ymiskt er, hvussu nógvur seyður gongur á gyllinin í Føroyum, men nógvastaðni er tað um 2 seyðir á gyllinin. OpenOffice. OpenOffice er telduforrit, ið er givið út undir sonevnda open source license. Hetta forrit byggir á somu grundhugsjón sum wikipedia, at serkøn á ymsum økjum um allan heim samstarva um eina felags vøru, sum fjøldin kann brúka ókeypis ella sera bíliga. Forritið, ið er ókeypis og væl egnað til skúlabrúks, hevur á leið somu møguleikar sum forritapakkin Microsoft Office. OpenOffice fæst bæði til Windows, Linux og Mac. Føroyskur stavari fæst eisini ókeypis til OpenOffice. Til Mac / Apple teldur fæst sama forritið í eitt sindur broyttari útgávu, ið kallast NeoOffice. Nýsæland. Nýsæland (enskt; "New Zealand"; maoriskt: Aotearoa, úttala: [aɔˈtɛaɾɔa]), er eitt stórt land í Oseania. Landið er um 1600 km í ein landsynning úr Avstralia. Nýsæland er mest sum bara tvær stórar oyggjar – Norðuroy og Suðuroy, men eisini eru fleiri smáar oyggjar. Wellington er høvuðsstaður, og størsta ídnaðarøkið er í Auckland, sum liggur í norðara parti landinum. Um leið 5 milliónir fólk búgva í Nýsælandi; nógv minni enn í New York ella London. Næstan tríggir fjórðingar búgva í Norðuroynni, flestu teirra í býum. Umframt Wellington og Auckland eru aðrir stórir býir Christchurch, Hamilton, Dunedin og Palmertson North. Nýsæland gjørdist bretskt hjáland í 1820. Waitanisáttmálin í 1840 tryggjaði bretum valdið á oynni. Í 1907 fekk Nýsæland støðu sum ríki, og í 1947 fekk tað fullveldi. Í Nýsælandi eru 20 ferðir so nógvir seyðir sum fólk. Søga. Um 1280 sigldu nakrir polynesar mangar hundrað fjórðingar í opnum bátum og búsettu seg á báðum teimum stóru oyggjunum í Nýsælandi, Norðuroynni og Suðuroynni. Við sær høvdu teir plantur, sum teir høvdu dyrkað, har teir búðu frammanundan til dømis søtepli, jamsrót, taro og grasker. Bara søteplini vuksu, men í Nýsælandi funnu teir annað etandi, til dømis moafuglin, skeljar og átuligar trøllakampar. Hildið verður, at fólkið í Suðuroynni livdi sum útróðrarmenn og savnarar, til bretski rannsóknarfarin James Cook kom hagar í 1769. Í Norðuroynni bar væl til at velta epli, men hvørt ár kom spilla í grøðina, tá ið nakað leið frá. Tí gróvu maoriar stór hol niður í jørðina, so at eplini kundu goymast í jøvnum hita, so at tey ikki spiltust. Soleiðis gjørdist bøndurnir sjálvbjargnir við mati. Evropeiskar handilsmenn komu til Nýsælands í 1790-árunum. Maoriar, sum høvdu búð har í øldir, góvu sær ikki stórvegis far um teir í fyrstuni, men um 1800 fóru teir at handla við teir. Í 1840 settu fyrstu bretarnir seg niður í Nýsælandi og grundaðu býin Wellington í einum øki, teir høvdu keypt frá maoriarum. Stóra Bretland kravdi yvirvaldsrætt yvir Nýsælandi og sendi ein landshøvding, William Hobson, kapteyn, hagar. Hann gjørdi semju við maorihøvdingarnar, nevnd "Waitangiavtalan", sum vissaði teimum ognarrætt at eiga jørð og beyð teimum bretskan ríkisborgararætt. Avtalan varð ikki hildin út í æsir, og tað elvdi til kríggj. Frá 1840 til 1907 var Nýsæland bretskt hjáland, men landið gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1947. Upprunafólkið – maoriar – eru enn um tíggjundaparturin av fólkinum. Nýsæland er framburðssinnað land og varð fyrsta land í heiminum, sum veitti konufólkið valrætt og setti vælferðarskipan í gildi. Meðan ein afturhaldsstjórn, sum lívgaði ríku góðseigararnar, hevði valdið, var stór fíggjarkreppa í Nýsælandi næstan øll árini frá 1870 til 1890. Eftir hart stríð fyri at fleiri skuldu fáa valrætt, játtaði stjórnin í 1889 umsíðir øllum monnum yvir 21 ár valrætt. Árið eftir var tjóðartingsval og meiriluti var fyri einari frílyntari stjórn, sum alt fyry eitt setti í gildi sosialar ábøtur. Ímillum teirra vóru ídnaðarlógir, sum høvdu eftirlit við arbeiðsumstøðum og arbeiðstíð, stigvaksandi skattaskipan, gerðardómstólar í ídnaðinum, ellisrentu og 19. september í 1893 valrætt fyri konufólk. Tað var fyrstu ferð í søguni, at eitt land hevði givið konufólki valrætt. Bretska hjálandið Nýsæland fekk stýrisskipanarlóg í 1852 og varð býtt í seks landslutir. Í 1856 varð stjórn stovnað, sum fekk myndugleika yvir øllum landslutunum, og Nýsæland var enn verandi sjálvstýrandi hjáland í hálva øld. Hesa tíðina førdi landið ein samfelagspolitikk, sum mundi vera ein hin mest framtakssinnaði í heiminum. Í 1901 noktaði Nýsæland at fara upp í nýstovnaða Avstraliasamveldið, og í 1907 gjørdist landið sjálvstýrandi partur í Bretska Heimsveldinum. Heimskreppan síðst í 1920-árunum, elvdi til stóra afturgongd í nýsælendska búskapinum. Prísurin á útflutningsvørum fór niður í helvt, landið fekk ikki lán, og arbeiðsloysið vaks ógvuliga skjótt. Stjórnin, sum hevði valdið, tóktist ikki at verða før fyri at vinna á kreppuni, og tí vann arbeiðaraflokkurin í Nýsælandi tjóðartingsvalið í 1935 á fyrsta sinni. Flokkurin vann stórsigur, tí hann í valstríðnum hevði hann lovað at loysa trupulleikarnar í landinum. Ríkið tók beinan vegin stór lán, tjóðartingið ásetti fastan prís á landbúnaðarvørur, og arbeiðsvikan varð stytt niður í 40 tímar. Í 1938 viðtók tingið lóg um almannaveitingar til øll, sum ikki høvdu nóg mikið til lívsins uppihald. Fólkið. Nýsæland var eitt av seinastu londum í heiminum, sum varð ónomið. Fyrstu fólk at seta seg niður her vórðu maoriar, ið komu higar úr Polynesia um ár 950. Hóast flestu maoriar nú á døgum hava lagað seg til at liva sum fólkið í vesturheiminum, hava teir goymt mentan sína - málið, listina og stórhúskið. Maoriar hava umboð í tinginum, og stig eru tikin til at tryggja teimum somu rættindi og møguleikar sum onnur, tá ið talað verður um heilsurøkt, útbúgving og arbeiði - rættindi, teir ikki hava havt áður. Í juni 2008 búðu 4.268.000 fólk í Nýsælandi. Um 9 % vóru maorar (heimafólkið), 80 % vóru av evropeiskari ætt, og hini vóru úr Asia og ymiskum oyggjabólkum í Kyrrahavi. Meginparturin av fólkinum er protestantar, og eini 15 % eru katolikkar. Heili 80 % av fólkinum búgva í býum, og Nýsæland verður eisini mett at vera tað mest urbaniseraða landið í heiminum. Lýtt veður og vøkur, stórfingin náttúra gera, at fólk eru nógv úti, og at nógv frítíðarvirksemi eisini er uttandura í Nýsælandi. Nýsælendingum dámar væl alla ítrótt, til dømis at ganga og klíva í fjøllunum, sigla í kano, sigla við seglbáti og at spæla rugby. Búskapur. Stórar albeittar fløtur og lýtt og vátligt veðurlag gera, at Nýsæland er gott landbúnaðarland; helst til dýrahald, neyt og seyð. Seyðaskipanin er 60 milliónir (um 20 til hvørt fólk) og 8 milliónir neyt. Tríggir fjórðingar av nýsælendska útflutninginum eru búnaðarvørur. Nýsæland er ímillum tey lond í heiminum, sum flytur mest út av ull, frystum kjøti, osti og smøri. Ein onnur týdningarmikil vinna er fiskiskapur. Av tí at Nýsæland er á suðurhálvu, kunnu bøndurnir har dyrka frukt, meðan vetur er í keyparalondunum á norðurhálvu. Mong ferðafólk koma til Nýsælands, helst at njóta náttúruna og sunna uttanduralívið. Politikkur. Nýsæland er kongsveldi við parlamentariskari stjórn í The Commonwealth, og viðurkennir bretsku drotninga sum ovasta myndugleika í landinum. Kongshúsið er umboðað av einum generalguvernøri, sum hevur sæti í høvuðsstaðnum Wellington. Lóggevandi valdið hevur tingið ("The New Zealand House of Representatives"), sum hevur 120 limir. Val er triðja hvørt ár. Størstu politisku flokkarnir eru Labour og National Party. Tveir aðrir smærri flokkar eru eisini, The Allice og New Zealand First. National Party tók við stjórnarleiðsluni í 1990, eftir at Labour hevði sitið við valdinum síðan 1984. Landafrøði. Nýsæland liggur í útsynningspartinum av Kyrrahavi, um 1600 km úr Avstralia. Nýsæland er tvær stórar oyggjar, Norðoy og Suðuroy. Í Norðuroy er veðurlagið lýtt og milt, og har eru mong gosfjøll. Í Suðuroy er kaldari, og har eru jølar, høg fjøll og stórir skógir. Aftur at hesum koma nakrar smærri oyggjar. Millum tær smæstu er hjálandið Cooksoyggjar. Til samans er Nýsæland 270.000 ferkilometrar. Helvtin av landinum er graslendi, bert lítil partur veltur, og ein fjórðingur er skógur. Veðurlagið er lýtt, og tí hava góðir møguleikar verið at ment landbúnaðarvinnu og skógarvinnu. So langt suðuri er sjálvandi summar, tá vetur er hjá okkum, og Nýsæland kann tí selja Evropa góðar landbúnaðarvørur um veturin. Olshana. Olshana æt russiskur trolari, sum í dýrdarveðri um kvøldið 2. august 2007 sigldi á Flesjarnar. Tá trolarin var togaður av aftur flesjunum móti morgni, sakk hann vestanfyri Flesjarnar við 270 tonsum av dieselolju umborð. Hetta mál førdi til nógv politiskt kjak um ábyrgd. Friðarbogin. Friðarbogin er felag, ið tekst við evni viðvíkjandi samkyndum og tvíkyndum í Føroyum. Friðarbogin var settur á stovn 17. oktober 2003 við aðalendamálum at arbeiða fyri politiskari, mentanarligari og sosialari javnvág fyri sam- og tvíkynd í Føroyum. Upprunanavnið hjá felagnum var "Ælabogin", men var seinni broytt til Friðarbogin á fyrsta aðalfundi hjá felagnum í januar 2004. Í november 2004 var Friðarbogin við til at stovna ANSO - sum er felagsskapurin hjá STT studentafeløgum í Norðurlondum, Póllandi og Baltisku londunum. Sjóvinnubankin. Sjóvinnubankin varð stovnaður 6. oktober 1932 fyri at bøta um fíggingarmøguleikarnar í fiskivinnuni. Stigtakari var Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Bankin læt fyrstu ferð upp 15. desember 1932, við Thorstein Petersen sum stjóra. Sjóvinnubankin kom í fíggjarliga kreppu í 1951, men varð hann tó endurreistur. Kreppan í 1951 kostaði Thorstein Petersen starvið sum stjóri í bankanum. 6. oktober 1992 - 60 ára stovningardagin - var Sjóvinnubankin aftur um at fara á húsagang, men varð bjargaður við at Fíggingargrunnurin frá 1992 - við fígging frá Føroya Landsstýri við hjálp frá donsku stjórnin - setti nýggjan partapening í bankan. 11. apríl 1994 avgjørdu nevndirnar í Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, at bankarnir skuldu leggja saman frá 1. januar 1994 at rokna. Sjóvinnubankin varð framhaldandi partafelag, og samanlagdi bankin tók navnið hjá Føroya Banka og búmerkið hjá Sjóvinnubankanum. Sí eisini. Grein um Føroya Banka. BankNordik. BankNordik er eitt sterkt fíggjarsamtak við bankavirksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi umframt tryggingarvirksemi og ognarmeklaravirksemi í Føroyum. Í 2018 starvast umleið 400 starvsfólk í BankNordik samtakinum spjadd yvir 5 deildir í Føroyum, 14 í Danmark og 1 í Grønlandi. BankNordik hevur høvuðssæti í Tórshavn og er børsskrásett á Nasdaq Copenhagen. dab BankNordik (Føroya Banki) varð stovnaður í 1906. Frammanundan var ein annar peningastovnur í Føroyum, Føroya Sparikassi (nú Betri Banki). Í sambandi við bankakreppuna vóru Sjóvinnubankin og Føroya Banki lagdir saman í ein banka undir navninum Føroya Banki frá 1. januar 1994 at rokna. Nýggi bankin tók búmerkið hjá Sjóvinnubankanum og navnið hjá Føroya Banka. dab Í 2007 varð grafiski samleiki bankans endurskoðaður, og Føroya Banki gjørdi av at lata seg í nýggjan búna við nútímans grafiskari útsjónd. Búmerkið við gamla sjómanninum fór í søguna, men navnið Føroya Banki varð varðveitt. Høvuðsliturin gjørdist bláur, og navnið varð nú skrivað við hvítum á eina svarta tíðarlinju. dab Á ársaðalfundi bankans tann 29. mars 2010 varð avgerð tikin um at broyta navn bankans til BankNordik. Sjálvt navnaskiftið fór fram tann 1. september 2010. Nevnd og stjórn mettu navnabroytingina vera ein natúrligan og týdningarmiklan lið í menningini av bankanum, og við nýggja navninum varð landafrøðiliga og strategiska víðkanin av virkisøki bankans endurspeglað. Felags navn og samleiki á øllum marknaðum styðjar uppundir strategi bankans um at vera ein sterkur viðleikari í útnorðri og Danmark. dab Stjóri í BankNordik er Árni Ellefsen og nevndarforkvinna er Stine Bosse. dab Børsskráseting. Tann 2. mai 2006 samtykti Løgtingið uppskot frá táverandi fíggjarmálaráðharra um at einskilja Føroya Banka. Fíggingargrunnurin frá 1992 átti undan børsskrásetingini 99,4% av bankanum. Aftan á søluna eigur Fíggingargrunnurin 33,4%. Føroya Banki kom á tann danska (Københavns Fondsbørs) og íslendska (ICEX) virðisbrævamarknaðin tann 26. juni 2007.dfsdf Bankakreppan í 90'unum og bankamálið. Búskaparkreppan í Føroyum fyrst í 90'unum hevði við sær, at bæði Sjóvinnubankin og Føroya Banki vóru fyri stórum bakkøstum og komu tí í fíggjarligar trupulleikar. Tann 6. oktober 1992 verður kunngjørt, at landstýrið saman við donsku stjórnuni vildi bjarga Sjóvinnubankanum undan húsagangi. Allur partapeningurin í Sjóvinnubankanum var um at vera horvin, so fíggingin varð veitt við, at Fíggingargrunnurin frá 1992 sprændi pening í Sjóvinnubankan. Fíggingargrunnurin gjørdist tískil størsti eigarin í Sjóvinnubankanum. Trupulleikarnir í Føroya Banka førdu eisini við sær, at nýggjur partapeningur mátti teknast. Her var tað størsti partaeigarin í Føroya Banka - Danske Bank - sum teknaði partapeningin. Danske Bank átti nú 82% av partapeninginum. Ein býtishandil millum Fíggingargrunnin og Danske Bank bleiv gjørdur 22. mars 1993, har Danske Bank "seldi" 52% av partabrøvunum í Føroya Banka til Fíggingargrunnin, sum rindaði við at geva Danske Bank 30% av partapeninginum í Sjóvinnubankanum og 3,12 mió. kr í reiðum peningi. Avtalan bleiv góðkend bæði av landstýrinum og donsku stjórnini. Fíggingargrunnurin frá 1992 og Danske Bank býttu soleiðis váðan sínámillum. Hesin býtishandilin gjørdist seinni til tiltiknað bankamálið. Fíggingargrunnurin kundi ikki eiga tveir bankar, sum kappaðust ímóti hvørjum øðrum, og tí vórðu bankarnir lagdir saman í 1994. Sí eisini. Stjórar í BankNordik (og Føroya Banka og Sjóvinnubankanum) frá 1906 til d.d. Kommunur í Íslandi. Kommunur í Íslandi eru 72 (15. júní 2018.). Lied der Deutschen. Síðan 1991 hevur týski tjóðsangurin bert verið triðja ørindið í yrkingini Deutschlandlied, eisini kend sum Das Lied der Deutschen, eftir August Heinrich Hoffmann von Fallersleben. Suðurvesturvaldømi. Suðurvesturvaldømi (íslendskt: Suðvesturkjördæmi) er eitt valdømi á útsynningshorni Íslands. Tað eru 7 kommunur í Suðurvesturvaldøminum. Hetta valdømið er næst Reykjavík, høvuðsstaði Íslendska lýðveldisins. Íbúgvatalið í valdøminum eru umleið 80.000. Ísland er býtt upp í 6 valdømi, Suðurvesturvaldømi er eitt teirra. Suðurvaldømi. Suðurvaldømi (íslendskt: Suðurkjördæmi) er valdømi á Suðurlandi Íslands. Tað eru 20 kommunur í Suðurvaldøminum og íbúgvaratalið var 47.810 í 2009. Størsti býur í Suðurvaldøminum er Keflavík. Norðeysturvaldømið. Norðeysturvaldømið (íslendskt: "Norðausturkjördæmi") er eitt valdømi í landnyrðings Íslandi. Tað eru 24 kommunur í Norðeysturvaldøminum. Fólkatalið í valdøminum er 42.147. Norðvesturvaldømið. Norðvesturvaldømið (íslendskt: Norðvesturkjördæmi) er eitt valdømi í útnyrðings Íslandi. Tað eru 27 kommunur í Norðvesturvaldøminum. Fólkatalið í valdøminum er 30.025. Reykjavíkurvaldømi suður. Reykjavíkurvaldømi suður (íslendskt: Reykjavíkurkjördæmi suður) er valdømi í Reykjavík, høvuðsstaðurin Íslands. Íbúgvar í valdøminu er 117.800. Reykjavíkurvaldømi norður. Reykjavíkurvaldømi norður (íslendskt: Reykjavíkurkjördæmi norður) er valdømi í Reykjavík, høvuðsstaðurin Íslands. Íbúgvar í Reykjavíkurvaldøminu, norðri og suðri, er 117.800. Valdømi. Orðið valdømi er nakað ið verður sett í samband við politisk val. Eitt land kann hava fleiri valdømi ella bara eitt valdømi. Tá talan er um eitt land, sum hevur fleiri valdømi, so er talan um eina kvotuskipan, har eitt ávíst øki í landinum hevur rætt til so og so nógvar tinglimir frá teirra øki. Fólkini ið búgva í valdøminum kunnu tá bert velja eitt av valevnunum, sum er uppstilla í teirra valdømi. Føroyar plagdi at hava fleiri valdømir, hesi vóru: Suðuroyar, Sandoyar, Suðurstreymoyar, Norðstreymoyar, Eysturoyar, Norðoyar og Vága valdømi. Tá átti Sandoyggin t.d. rætt til tveir tinglimir. Henda skipan varð broytt 25. oktobur 2007, tá Føroya Løgting samtykti, at Føroyar framyvir skuldi vera eitt valdømi. Atkvøðubýti var soleiðis, at 19 tinglimir atkvøddu fyri at gera Føroyar til eitt valdømi og 13 atkvøddu ímóti. Tjóðveldi. Tjóðveldi varð stovnað á fundi 22. og 23. mai 1948 við navninum Tjóðveldisflokkurin. Flokkurin varð stovnaður av tí at føroyska tjóðveldið ikki varð stovnsett eftir fólkaatkvøðuna 14. september 1946. Hugsjónin er at "fólkaræði" skal galda í øllum viðurskiftum í føroyska samfelagnum, "politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins". Flokkurin vil at Føroyar skulu taka lut í altjóða samfelagnum sum sjálvstøðug tjóð við bæði rættindum og skyldum sum aðrar sjálvstøðugar tjóðir. Tjóðveldisflokkurin kom fyrstu ferð á ting í 1950 og hevur verið á tingi síðani. 14. september 2007 broytti flokkurin navn til Tjóðveldi. Tjóðveldi er ein sosialistiskur flokkur. Tjóðveldi er limur í norðurlendska felagsskapinum NGLA, sum stendur fyri Nordic Green Left Alliance. Síðan fimmtiárini hevur flokkurin støðugt verið millum fýra teir stóru flokkarnar í Føroyum og hevur oftast fingið millum 20 og 24 % av atkvøðunum til løgtingsval. Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948 sum eitt beinleiðis úrslit av fólkaatkvøðuni í 1946. Fólkaatkvøðan í 1946. Tá ið fólkaatkvøða varð útskrivað í 1946, var eingin politiskur flokkur fegin um hetta. Fólkaflokkurin, sum tá vildi hava føroyskt fullveldi, vildi ikki hava ein fólkaatkvøðu um antin loysing ella heimastýrisskipan. Hann vildi hava fleiri valmøguleikar – har ein møguleiki var ein skipan, har Føroyar høvdu fullveldi, men vóru í ríkisfelagsskapi við Danmark. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vildu tó saman við donsku stjórnini hava fólkaatkvøðuna at snúgva seg um eitt danskt stjórnaruppskot sum líktist heimastýrisskipanini. Sostatt var eingin politiskur flokkur, sum beinleiðis arbeiddi fyri, at føroyingar skuldu velja loysing á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. Javnaðartingmaðurin Jákup í Jákupsstovu var tó fyri loysing. Tí atkvøddi hann fyri øllum uppskotum í tinginum, sum miðaðu eftir at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land. Flokkurin stovnaður. Tjóðveldisflokkurin varð stovnað á fundi 22. og 23. mai í 1948. Flokkurin skuldi hava sum endamál at fremja úrslitið av fólkaatkvøðuni í 1946 og virka fyri, at veruligt fólkaræði kom at galda í Føroyum í einum sosialt rættvísum samfelag. Teirra hugsjón var, at eingin stætt skuldi hava nakran framíhjárætt. Tey vildu stovnseta føroyska tjóðveldið, so at farast kundi undir at endurreisa og menna samfelagið á egnum grundarlagi, við javnbjóðis samstarvi við aðrar tjóðir. Navnið Tjóðveldisflokkurin merkir í orðsins týdningi, at tjóðin skal hava valdið í egnum landi. Í floksins stevnu varð gjørt greitt, at tjóðarfrælsið er amboðið til at skipa eitt samhaldsfast samfelag, har korini hjá verkafólki og fiskimonnum skuldu betrast. Á ting í 1950. Tjóðveldisflokkurin bjóðaði seg fram á løgtingsvali fyrstu ferð í 1950 og fekk tvey umboð vald í Løgtingið. Flokkurin vaks á valinum í 1954 og fekk seks umboð á ting. Í 1958 vann Tjóðveldisflokkurin sjey umboð. Fyrstu umboð floksins á tingi vóru Hanus við Høgadalsá og D.P. Danielsen. Samstundis vóru oddafólk í flokkinum sera virkin í fakfelagsarbeiði, mentanararbeiði og vinnulívsmenning. Nevnast kunnu fólk sum D.P. Danielsen, Frederik Hansen, Erlendur Patursson, Jákup í Jákupsstovu, Andrea Árting, Andreas Ziska, Hanus við Høgadalsá, Hans Debes Joensen, Jóhan Simonsen, Karsten Hoydal, Sigurð Joensen og onnur. Flokkurin í samgongu. Fyrstu 12 árini var Tjóðveldisflokkurin ikki í samgongu um at skipa landsstýri, men eftir valið í 1962 skipaði flokkurin samgongu saman við Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Hetta landsstýrið varð nevnt sjálvstýrislandsstýrið og setti sær fyri at taka yvir fleiri mál frá Danmark. Kortini var, tá samanum kom, ikki semja í samgonguni til at fremja ætlaðu yvirtøkurnar. Síðan hevur flokkurin verið í samgongu fleiri ferðir saman við skiftandi flokkum. Politikkur. a> var millum tey, sum stovnaðu Tjóðveldisflokkin í 1948, og hann virkaði sum formaður floksins heilt fram til 1986, tá hann andaðist. Loysing. Høvuðsmál í politikki floksins á tingi hava verið at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð og at tryggja øll rættindi hjá føroysku tjóðini. Tjóðveldi vil stovnseta føroyska tjóðveldið sum eitt fólkaræði við egnum forseta sum ríkisovasta. Fólkaræðið verður tryggjað við frælsari stjórnarskipan og við fólkaatkvøðum um mál, ið hava týdning fyri sjálvræðið í landinum. Tjóðarfrælsi er fortreytin fyri at tryggja javnstøðu millum heimsins tjóðir. Umhvørvismál. Umhvørvisskrivstova verður sett á stovn til tess at samskipa umhvørvispolitikkin. Royndir við alternativum orkukeldum, eitt nú vind-, aldu- og streymorku, skulu fremjast, so at orkutørvurin kann nøktast varandi, og so at dieselorkuverkini verða avloyst. Almennar byggisamtyktir skulu áseta krøv um orkusparing. Upplýsing um orkusparandi tiltøk og umleggingar av orkunýtslu skulu gerast. Krøv skulu setast um at allir almennir nýbyggningar eru orkuvinarligir. Seta tiltøk í verk at forða fyri jarðlopi í landslagnum og týning av plantuvøkstri og djóralívi. Gjøld skulu latast fyri vinnuligari nýtslu av almennum tilfeingi. Krøv skulu eisini setast um at gagnnýta alt tilfeingi í vinnuligari nýtslu. Harðar revsitreytir skulu eisini setast fyri dálking hjá bæði fyritøkum og einstaklingum. Eggjað skal verða til lokal tiltøk viðvíkjandi orkusparing, umhvørvisundirvísing og fríðkan; avgjaldspolitikkur eigur at geva fyrimun fyri orkusparing og minkandi nýtslu, ikki avsláttur fyri stóra nýtslu. Útbúgving. Tjóðveldi virkar fyri munandi øktum íløgum í útbúgving og gransking og miðvísari endurskoðan og samskipan av undirvísingar- og granskingarverkinum. Hetta verða gjørt við útbúgvingarskipan, sum er ókeypis fyri øll, og við eftirútbúgvingum og granskingarframtøkum í samstarvi millum vinnulívið og tað almenna. Mentanarpolitikkur. Eitt óheft Mentanarráð Føroya verður sett á stovn við fjølbroyttari umboðan úr mentanarlívinum – frá ítrótti og frítíðarfeløgum til rithøvundar, tónleika- og málningalist o.s.fr. Mentanarráð Føroya skal gera árligar metingar og tilráðingar um føroyskan mentanarpolitikk, á sama hátt sum Búskaparráðið ger um búskap. Farið verður at byggja og skipa Tjóðleikpall Føroya, sum skal gerast karmur um bæði leiklist og tónleik á professionellum stigi, og sum samstundis skal stuðla áhugaleiki. Til pallin skulu knýtast fólk við neyðugum tekniskum og listarligum førleikum. Lista- og tónleikaskúli verður eisini settur á stovn. Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya verða skipað sum sjálvstøðugir stovnar, ikki sum KvF, og stuðlaðir fíggjarliga til burturav at framleiða føroyskt og føroyskað tilfar og at goyma mynda- og ljóðsøvnini fyri tjóðina. Stovnarnir eiga at virka sum miðlahús, har royndir við margmiðlum og samstarv við privatar framleiðarar verða skipað. Stuðul til føroyska bókaútgávu og útgávu av elektroniskum tilfari á føroyskum verður styrkt munandi. Fyriskipanir fyri bókaútgávu skulu gerast liðiligari, og stuðulsskipanirnar skulu eisini fevna um týðing av bókmentum, filmum, spølum, telduforritum o.s.fr. Harafturat skal stuðulin til orðabókagerð økjast. Fornminnapolitikkurin verður styrktur, soleiðis at fornminni kunnu friðast og varðveitast, men samstundis verða partur av eini livandi mentan í lokaløkjunum, eitt nú við at stuðla lokalt fornminnisarbeiði. Samsvarandi hesum endamáli skal friðingarlóggávan endurskoðast og neyðuga arbeiðið at skráseta øll fornminni í Føroyum gerast sum skjótast. Uttanríkismál. Føroyar skulu menna beinleiðis samstarv við so nógvar tjóðir sum gjørligt mentanarliga, politiskt og búskaparliga. Føroyar skulu leggja dent á at tryggja mannarættindi og rættindi hjá føroysku tjóðini og øðrum smátjóðum í heiminum. Føroyar skulu virka miðvíst fyri altjóða reglum og samstarvi um havumhvørvisvernd og burðardygga tilfeingisnýtslu. Føroyar stovna sendistovur í útvaldum londum og samstarva annars við Norðurlond um uttanlandsumboðan. Konslar verða settir í øðrum londum. Føroyar gerast sjálvstøðugur limur í Sameindu Tjóðum (ST). Samstarvið millum londini í útnorðri verður styrkt, og øll londini og økini kring Norðuratlantshav samstarva um havumhvørvisvernd og tilfeingisumsiting. Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og í norðurlendskum sáttmálum, sum hava við sær javnbjóðis rættindi til útbúgving, arbeiði og sosialar skipanir og rættindi til at hava frítt at fara. Føroyar taka lut í samstarvi við aðrar smátjóðir kring allan heim. Føroyar skulu virka fyri at fáa limaskap og virka í altjóða felagsskapum, og at norðurlendskt samstarv verður víðkað til eisini at fevna um grannalond okkara vestanfyri og sunnanfyri (Kanadisku økini, Skotland, Írland, Hetland, Orknoyggjar o.s.fr.). Vit gerast sjálvstøðugur limur í Sameindu Tjóðum. Evropasamveldið. Tjóðveldi er ímóti limaskapi í ES. Føroyar skulu saman við hinum londunum í útnorðri miða eftir at økja um samstarvið í londini útnorðri, soleiðis at tey kunnu gerast ein mótvekt og samstarvsfelagi hjá ES. Vit gerast limur í EFTA og fáa harvið fría atgongd til ES-marknaðin og til útbúgvingar-, granskingar, og mentanarsamstarvið í Evropasamveldinum. Vit fara undir at brúka Evro sum gjaldoyra. Hernaðarmál. Møguligar bindingar í verjupolitiskum spurningum skulu avgerast við fólkaatkvøðu; Føroyar skulu taka upp beinleiðis samband við síni grannalond og við NATO til tess at gera avtalu um skipanina av verjumálum. Føroyar virka fyri friði og hernaðarligari avdubbing í heiminum. Føroyar skulu vera kjarnorkufrítt øki. Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi viðvíkjandi sivilari tilbúgving. 2019-2023. Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Tjóðveldi 6 tingfólk vald. Slóðir. Tjóðveldi Ichirou Mizuki. Ichirou Mizuki (水木一郎, "Mizuki Ichirou"), føddur Toshio Hayakawa (早川俊夫, "Hayakawa Toshio"), er ein japanskur anison-popsangari, tónaskald, sjónleikari og limur í tónleikabólkinum JAM Project. Hann er føddur 7. januar 1948 í Tokyo, Japan. Kekkiskt mál. Kekkiskt (kekkiskt: "čeština") er Indo-evropeisk mál. Málið verður talað í ES, Kekkia og Slovakia. Í Kekkia tosa 10.300.000 fólk kekkiskt. Stavraðið. A a, Á á, B b, C c, Č č, D d, Ď ď, E e, É é, Ě ě, F f, G g, H h, CH ch, I i, Í í, J j, K k, L l, M m, N n, Ň ň, O o, Ó ó, P p, Q q, R r, Ř ř, S s, Š š, T t, Ť ť, U u, Ú ú, Ů ů, V v, W w, X x, Y y, Ý ý, Z z, Ž ž Brno. Brno (týskt: "Brünn") er ein býur í Kekkia. Býurin hevur umleið 377.508 íbúgvar. (49°12' norðurbreidd, 16°37' eysturlongd) Bălţi. Bălţi (russiskt; "Бельцы") er ein býur í Moldova, sum hevur umleið 102 457 íbúgvar (2014). Býurin er triðstørsti býur í Moldova næst eftir Chișinău og Tiraspol. Hann varð stovnaður í 1421 og fekk býarrættindi í 1818. Hafnarfjarðarkaupstaður. Hafnarfjarðarkaupstaður (ella Hafnarfjörður) er ein keypstaður í Íslandi som liggur í Suðvesturvaldøminum í Íslandi, og hevur umleið 25.800 íbúgvar. Borgarstjóri er Lúðvík Geirsson. Strandgata í miðýnum í Hafnarfirði Garðabær. Garðabær er ein býur og kommuna í Reykjavíkarøkinum í Íslandi. Kommunan er í Suðurvesturvaldøminum, sum er eitt av seks valdømum. Í januar 2011 var fólkatalið 10.909, býurin er sættstørsti býur í Íslandi. Borgarstjóri er Gunnar Einarsson. Kenda filmsrøðin fyri børn, "Lazytown", var tikin upp í Garðabær kommunu á einum 5,067 m² stórum filmsstudio. Í býnum er eitt fótbóltsfelag sum eitur Stjarnan. Liðið hjá monnunum rykti upp úr 1. deild til bestu deildina, sum nevnist Úrvalsdeildin (og Pepsideildin) í 2008. Besta kvinnuliðið hjá felagnum vann Íslendska meistaraheitið í 2011. Garðabær er vinarbýur við Tórshavn. Ostrava. Ostrava (týskt: "Ostrau", Pólskt mál: "Ostrawa") er ein bygd i Kekkia. (49°50' norðurbreidd, 18°17' eysturlongd) Býurin hevur umleið 297.400 íbúgvar. Føroya Arbeiðarafelag. Føroya Arbeiðarafelag er felag fyri arbeiðsmannafeløg og arbeiðskvinnufeløg í Føroyum. Føroya Arbeiðarafelag umboðar limafeløgini, tá tey skulu samráðast um lønarviðurskifti við Føroya Arbeiðsgevarafelag og onnur vinnufeløg. Føroya Arbeiðarafelag er limur í Samtak. Hini arbeiðarafeløgini sum eru limir í Samtak eru: Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag. Samtak umboðar knappar 8000 lønmóttakarar í Føroyum. Jóhannes Olsen. Jóhannes Olsen (15. desember 1914 - 2002) búði í Sandavági. Hann var pápi tónaskaldið Knút Olsen. Hann var limur í nógvum feløgum, m.a. Sandavágs Arbeiðsmannafelagi (seinni Sandavágs Arbeiðafelag), Sandavágs Sjúkrakassa (seinni Vága Sjúkrakassi), barnaverndarnevnd og skúlanevnd, Blákrossi, kirkjuráði og Føroya Arbeiðarafelagi. Eisini stjórnaði hann eina tíð Sandavágs sangkóri. Mount Everest. Mount Everest (tibetanskt: "ཇོ་མོ་གླང་མ" "Qomolangma", nepalskt: "सगरमाथा" "Sagarmatha") er hægsta fjall á jørðini. Fjallið er 8.848 m høgt og er mark millum Nepal og Tibet (Kina). Edmund Hillary úr Nýsælandi og Tenzing Norgay úr Nepal vóru fyrstir upp á toppin á Mt. Everest, tað hendi hin 29. mai í 1953. Leirvíkingurin Arne Vatnhamar klintraði upp á Mount Everest í 2014 og náddi toppin hin 25. mai 2014 sum tann fyrsti føroyingurin nakrantíð. Flogmýs. Flogmýs (frøðiheiti: "Chiroptera") eru einastu súgdýr, ið flúgva, og tað eru eini 1100 sløg í flogmúsaættini. 51 av teimum eru funnin í Evropa. Hesi lodnu flogdýrini verða skift í tveir bólkar: Tær smáu, sum eta kjøt, smáflogmýsnar, og tær stóru, sum eta plantur, stór-flogmýsnar. Veingirnir á flogmúsini eru tunn húð, sum er tand út ímillum ógvuliga longu klørnar. Veingirnir eru naknir og tunnir sum sigarettpappír. Hon ballar teir sum eitt teppi um sín mjúka kropp, tá ið hon fer at sova. Um dagin hanga flogmýsnar eftir høvdinum í holum ella trøum, tær sova ella snáka sær. Sløgini í Útnorðri liva øll av skordýrum, men aðrastaðni eta tey sera ymiska føði sum skriðdýr, frukt, smærri súgdýr og fisk. Tær súgva so mikið sum upp í ein eggjakopp av blóði hvørja nátt. Flestu flogmýsnar flúgva í myrkri, og sjálvt um tær hava eygu, stýra tær við høgum ljóðbylgjum, sum menniskju í flestum førum ikki hoyra. Við ljóðbylgjum kunnu tær stýra uttan um alt, ið forðar teimum á leiðini, og hvørt flogmúsaslag hevur sína egnu ljóðmynd. Tí er tað møguligt hjá okkum at kenna sløgini aftur á ljóðmyndini. Flogmús hava verið til í umleið 70 mill. ár. Størsta flogmúsin í heminum er maleisiski flogrevurin. Flogið er líka breitt sum ein bilur - 1,5 m. Hann etur fruktir og blómusáð. Minsta flogmúsin er humlufluguflogmúsin. Hon er bara 3 cm long og vigar 2 gramm. Flogmýs í Føroyum. Ein grein úr altjóða tíðarritinum Acta Chiropterologica hevur savnað allar flogmýs, sum eru sæddar í Norðsjónum. Hetta er gjørt í samstarvi millum granskarar í Skotlandi, Íslandi og Føroyum. Umrøddar eru flogmýs, ið til og við 2014 vórðu sæddar í Orknoyggjum, Føroyum, Íslandi, Hetlandi og á boripallum í Norðsjónum. 12 ymisk sløg eru greinað. Fýra sløg eru komin úr Norðuramerika til Íslands, meðan hini átta sløgini eru evropeisk. Av teimum 12 sløgunum eru fimm ymisk funnin í Føroyum. Tann fyrsta fráboðanin um flogmús í Føroyum kom frá Eyðuni Winther í 1964 á Trøðum á Sandi. Men talið á sæddum flogmúsum er vaksið tey seinastu tríati árini. Í 2010 høvdu vit eina innrás av flogmúsum í Føroyum, tá minst 45 vórðu sæddar. Áleið 70 ymiskar fráboðanir um flogmýs komu hetta árið. Flestu flogmýs hava verið sæddar um heystið, færri um várið. Regnskógur. Tey grønu økini vísa, hvar ið regnskógur er. Regnskógirnir reinsa luftina og vatnið, og dyggur heilivágur at grøða sjúkur verður gjørdur úr regnskógarplantum. Regnskógirnir eru ógvuliga týdningarmiklir í náttúruni, men teir minka hvønn dag - av skógarvinnu og landbúnaði. Vit mega virða og verja hesar skógir og fjølbroytta dýrameingið í teimum. Størstu regnskógarnir ur heimin eru kring Mið- og Suðuramerika (Amasonas). Dýrameingi. Meiri enn helvtin av øllum dýrum í heminum er í Amasonlendinum í Suðuramerika. Alskyns dýr liva í tropuskógunum. Flestu teirra eru bæði stygg og støkkin og duga duga avbera væl at króga seg í skóginum. Reyðtenningurin hevur met fyri at vera ræðuligasti fiskur í heminum. Í 1981 varð sagt frá, at ein torva legðist á og át eini 300 fólk, tá ið ein ovfyltur bátur sakk á Obidosá í Brasil. Allir tenningar eru ikki vandamiklir - bara 4 av 18 sløgum leggjast á fólk. Veðurlag. Tropisku regnskógirnir eru báðumegin miðkring - kringin, ið er um miðjuna á jørðini, sum eitt belti. Ongastaðni eru so góð gróðrarlíkindi til skógarvøkstur sum her, tí veðurlagið er so heitt og vátligt. Lett er hvønn dag at siga, hvussu veðrið verður - heitt, slavið og oysregn. Summastaðni í regnskógunum regnar 4 m um árið, og hitin er "altíð" úr 24C* upp í 27C*. Dýravernd. Summi dýr í regnskóginum eru hótt, og bara heilt fá av teimum eru eftir í heiminum. Hesi dýr mega verða vard, skulu tey ikki doyggja út. Henrik Ibsen. Henrik Johan Ibsen (20. mars 1828 í Skien, Telemark - 23. mai 1906 í Kristiania) var ein norskur rithøvundur. USA. Sameindu Statirnir í Amerika (stytt SSA; alment enskt heiti: "United States of America", stytt USA, eisini "America" framborið) ella Sameindu Statirnir (á enskum United States, stytt U.S.) er heimsins triðstørsta land, bæði í stødd (minni enn Kanada og Russland) og fólkatali (færri enn í India og í Kina). Landið er býtt í 50 lutstatir, eindardistriktið Washington DC (sum eisini er høvuðsstaður) og fleiri partar handan hav. Av teimum er oyggin Puerto Riko í Karibiska havinum størsti parturin og har tað búgva flest fólk. Aðrar oyggjar, sum USA eigur, eru t. d. Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Amerikanska Sámoa, Guam, Norðurmarianoyggjar og nógvar oyggjar við ongum fólki (t. d. Midwayoyggjar, Palmyraoyggj, Johnstonoyggj, Bakeroyggj, Wakeoyggj, Howlandoyggj, v. fl.). Á mongum oyggjum eru amerikanskar hernaðarstøðir. Síðani 1898 hevur USA havt eina stóra marinustøð á Kuba – Guantánamoflógvi. Guantánamoflógvin hevur serligan leiklut og verður stýrdur av amerikonsku verjuni. USA er heimsins máttmiklasta og ríkasta land (BTÚ). Stórt tilfeingi av kilo, olju og steinsløgum, umframt ógvisliga tilflytingin í 19. og 20. øld, hevur verið høvuðsatvoldin til bráða vøksturin í ídnaðinum og góðu lívskorini. Amerikonsk vøra og amerikonsk mentan eru nú á døgum kend um allan heimin. Markið ímillum USA og Kanada er heimsins longsta óvarda landamark. New York City í New York er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað Los Angeles í Kalifornia og Chicago í Illinois. Landslagið er fjølbroytt, her eru oyðimerkur, skógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll. Eftir at USA í 1776 fekk fullveldi frá Bretlandi, bleiv USA eitt av fyrstu modernaðu og umboðanarfólkaræðum í heiminum. Upprunaliga politiska skipanin var eitt samveldi millum statirnar. Eftir nógv kjak varð eitt miðsett stýri sett í staðin; hetta var í 1789. Í 19. øld vórðu fleiri nýggir statir tiknir uppí, antin av fríum vilja ella eftir kríggj, og USA vaks vestureftir og suðureftir (jørð í Meksiko) á Norðuramerikanska meginlandinum. Tvær stórar kreppur meðan hetta varð, vóru borgarakríggið (1861-1865) og Depressiónin Mikla (1929-1939). Eftir Annað heimskríggj var USA onnur av tveimum risaveldum; hin var Sovjetsamveldið. Hesar báðar risaveldirnar stríddust nógv gjøgnum tað Kalda kríggið. Eftir at Kalda kríggið í 1991 endaði óavgjørt, upploystist Sovjetsamveldið og USA var einasta risaveldi eftir. Søga. "Høvuðsgrein: Amerikonsk søga" Indiánarnir. a>, ið búðu á háslættanum. Tá ið tey hvítu komu til USA, hittu tey indiánar. a>, sum livdu av tí, náttúran gav. Upprunafólkið í USA vóru indiánar. Í 17. øld komu fólk úr ymsum heraðshornum at seta búgv. Bretar, skotar og írar komu á eysturstrondina, fraklendingar at teimum stóru vøtnunum, og spaniólar í útsynningslendið. Í 18. øld misti Frakland síni hjálond. Hesi londini komu nú undir bretskt vald. Um sama mundið komu fyrstu trælirnir til Amerika. Nakað upp í 18. øld, tá ið lítið lendi var eftir, vórðu viðurskiftini millum indiánar og hjálandafólkið ógvuliga ring. Hildið verður, at Beringssundið var ikki til fyri 20.000-30.000 árum síðani. Tað var landfast ímillum Ásia og Amerika. Veiðimenn og savnarar komu úr Ásia henda vegin. Hetta fólkaslagið fór um alt Amerika og var eyðkent. Slætt, svart hár og reyðbrúnan húðarlit. Tey vórðu kallað indiánar, tí Kolumbus helt, at hann var komin til India. Fyri 10.000 árum síðani komu onnur fólkasløg sama veg, og búsettust har norðuri í kuldalondunum í Amerika. Hetta eru forfedrarnir hjá inuittum. Hildið verður, at einar 15-20 milliónir indiánar vóru í øllum Amerika, tá ið Kolumbus kom hagar í 1492. Av teimum vóru bara 2 milliónir í USA. Í USA vóru einir 300 ættarbólkar, og teir talaðu 200 ymisk mál. Lendið vestan fyri Mississippi vestur ímóti Klettafjøllum var grasfløta. Vanliga verður hon kallað prerian, og har búði lítið fólk. Nakrir ættarbólkar búðu í útjaðaranum, teir livdu av jørðini og veiði. Tey flestu hildu lítið um indiánar. Júst sum um afrikanar. "Einasti góði indiánin er ein deyður indiáni". Soleiðis tók ein generalur til, hann hevði verið í fleiri bardøgum ímóti indiánum. Í skógarlendunum eystanfyri livdu indiánskir ættarbólkar, sum vit hava sæð í cowboyfilmum og lisið um í bókum: Mohikanar, huronar, irokesar og shavahoar. Í skógunum vóru nógv rádjór, bjarnir, hjørtir, elgar og bævrar. Eisini var ovmikið av fugli og fiski. Í hesum filmunum og bókunum vóru fáir indiánar, sum nakar dugur var í. Nevnast kann, at ”Hjartarfótur” var ein av fáu hetjunum. Í flestu førum vóru teir lýstir sum blóðtystir ránsmenn bara við einum í huga – at skræða húðina av høvdinum á teimum hvítu. Heilt upp at okkara døgum hevur lítið verið skrivað um, hvussu teir hvítu tóku land teirra. Á mangan hátt vóru teir hvítu betur fyri, men indiánarnir stóðu ikki aftari, sum fleiri hildu. Ikki dugdu teir at gera jarn, men mentanarliga vóru teir ikki aftari. Teir yrktu, málaðu, høvdu sína egnu trúgv, og felagsskapurin var góður. Indiánarnir livdu so tætt upp at náttúruni og vistu, hvussu teir skuldu fáa gagn burtur úr henni. Fyrst í 18. øld komu fleiri og fleiri indiánar út á grasfløtuna. Bisonin varð mest veiddur, tí av honum var ovmikið. Hildið verður, at umleið 70 milliónir bisonar vóru til á grasfløtuni í USA. Ein fullvaksin bisonur vigaði o.u. 1100 kilo, og av honum fingu indiánar alt tað, teimum nýttist. Kjøtið og avroðini vórðu etin. Skinnið varð nýtt til tjøld, klæði, mokkasinir og togverk. Spengurnar vórðu nýttar til tráð og bogastreingir. Beinið til knívar og ørvaroddar. Úr kleyvum og hornum gjørdu teir lím, og í vombini goymdu teir vatn. Myrkjuna turkaðu teir at brenna. Í góðum samstarvi millum ross og veiðimann bar til hjá 100 indiánum at fella 300-500 bisonoksar um tíman. Teir veiddu bara við boga og píli. Fór nakar á veiðiferð einsamallur, varð hann revsaður. Á veiðiferðum hild uteir saman. Indiánasamfeløgini í USA vóru smærri enn tey í Meksiko og Peru. Men fleiri ferðir varð roynt at ganga saman í størri eindir. Kendast man vera irokesasamgongan, sum var sterkast um 1700. Fyri betur at kunna standa ímóti ágangi uttanífrá, vóru 5 ættarbólkar gingnir saman í eina samgongu. Hvør ættarbólkur hevði egið sjálvstýri, men í serligum felagsmálum, og tá ið trupulleikar tóku seg upp við aðrar ættarbólkar, varð prátað saman til trupulleikarnir vóru loystir. Irokesar høvdu stóra virðing fyri konufólki. Rætturin at arva var frá mammuni. Hon hevði eisini eitt orð at siga, tá ið høvdingar vórðu valdir ella vórðu settir frá. Vildi kona skiljast, gav hon manninum boð um at fara. Kortini varð maðurin verandi í grannalagnum. Konurnar vóru eisini uppi í friðarsamráðingum, og tá ið tey skuldu gera av, um farast skuldi í kríggj. Irokesar livdu mest av jørðini, men vóru eisini dúgligir veiðimenn. Í Arizona, Utah, Kalifornia og Nevada vóru eisini fleiri ættarbólkar, sum dyrkaðu jørðina. Puebloindiánarnir høvdu byrgt áir og grivið veitir. Tá ið so turkur kom, veittu teir vatnið út á lendið. Puebloindiánarnir vóru friðarfólk, men teir ræddust at apasjarnar skuldu leypa á. Teir vóru grannar. Niðursetufólkið. Flestu niðursetufólkini í USA í 17. og 18. øld komu úr Onglandi. Í Onglandi høvdu tey mist rættin til jørðina, og søkt varð at mongum fyri trúarsakir. Ikki bara fátækrafólk rýmdu heimanífrá. Eisini fólk, sum ikki vóru nøgd við lívið heima, fluttu til USA. Aðalsfólk fóru eisini og búsettust sunnanfyri. Har komu tær fyrstu gróðrarlundirnar. Norðanfyri, har umstøður ikki vóru fyri stórum gróðrarlundum, búsettust at kalla bara bøndur, fiskimenn og handverkarar. Í teimum puritansku samkomunum, sum vuksu í tali, var eingin stættarmunur, og fólkið livdi í friði og náðum. Niðursetufólkið og indiánarnir sótu væl um sátt í fyrstuni. Teir hvítu fingu góð ráð, hvussu teir skuldu veiða, hvar best var at velta; men í seinnu helvt av 18. øld, tá ið minni var at býta, gjørdust viðurskiftini ótrygg. Fraklendingar, sum mest hugsaðu um handil, høvdu gott samband við indiánarnar fyrstu tíðina. Í fyrstani var lívið strevið. Niðursetufólkið sunnanfyri visti lítið um landbúnað, og torført var at útvega mat. Mong doyðu av svongd fyrst í 17. øld, og søgur ganga um, at summi løgdust á lík. Niðursetufólkið, sum arbeiddi í gróðrarlundunum, hevði skrivað undir sáttmála, og tá ið so ein tíð var umliðin, suttust tey niður sum smábøndur. Niðursetufólkið visti, at tey svørtu úr Afrika vóru trælir í Suðuramerika og á oyggjunum í Karibiahavi. Í 17. øld vórðu trælir tiknir at arbeiða í gróðrarlundunum. At byrja við vóru trælirnir í minniluta, men miðskeiðis í 18. øld vóru 170 000 trælir í Virginia. Hetta var um helvtin av øllum fólkinum har. Trælirnir, sum komu livandi um havið, vóru illa fyri bæði til likams og sálar, tá ið teir at enda komu til Amerika. Tey hvítu virdu teir lítið og fóru við teimum, sum best bar til. Hesi neyðars fólk vórðu seld á uppboði og viðfarin sum djór. Tey, sum vóru best fyri, fóru fyri hægsta boð. Maður og kona vórðu atskild, og børn sóu ongantíð foreldrini aftur. Tá ið trælirnir komu hagar, teir skuldu vera, varð merki brent á kroppin á teimum. Fleiri konufólk vórðu sett til húsligt arbeiði, sum ikki var so strevið. Men ofta vórðu tey fyri kynsligum ágangi frá eigara og øðrum arbeiðismonnum í húsinum. Sum tíðin leið, lótu teir konufólk og mannfólk búgva saman. Tað ráddi um at vaksa um barnatalið, tí trotið á trælum vaks. Kortini arbeiddu flestu konufólkini í gróðrarlundunum. Tey høvdu eisini ábyrgdina av, at nóg mikið varð dyrkað til matna. Trælir, sum settu seg upp ímóti eigaranum ella royndu at rýma, vórðu harðliga revsaðir. Tað var ikki óvanligt, at slíkir trælir vórðu bukaðir til deyða. Í Maryland kom lóg í gildi, hon segði, at sló ein svartur ein hvítan, vórðu oyruni skorin av honum. Men í flestu førum fóru teir hampiliga við trælunum. Eigaranum tørvaði teir. Tí vildi hann hava teir so kropsliga væl fyri sum gjørligt. Stríggið var hjá teimum hvítu, sum settu búgv í hjálondunum. Men tey livdu í álitinum og vónini, at her høvdu øll ein møguleika at koma fram og gerast lukkulig. Um ikki eydnaðist so væl einastaðni, so var møguleiki at flyta vestureftir og royna eydnuna har. Tænastufólk, sum við sáttmála høvdu bundið seg at vera ávísa tíð, vóru verst fyri. Hesi fólkini vóru fátæk fólk úr Bretlandi. Tey máttu binda seg í 5-7 ár, og so var ferðin goldin. Á ferðini vórðu tey innilæst, so at eingin møguleiki var at rýma, angraðu tey. Tey vórðu stúvað saman umborð á skipinum, og hetta minti nógv trælaferðirnar. Í 1741 fór sluppin ”Seaflower” úr Belfast í Norðurírlandi við 106 fólkum, sum høvdu bundið seg við sáttmála. Ferðin vardi 16 vikur, og tá ið tey komu til Boston í Massachusetts, vóru 46 deyð í hungri. Tey fyrstu árini vóru fleiri mannfólk enn konufólk. Ofta vóru lýsingar at síggja, har søkt varð eftir konufólkum. Ferðin varð goldin, vildu tær gifta seg við niðursetumanninum. Tað bar eisini til at keypa sær arbeiðskonu, og í bløðunum stóð at lesa, hvat hon dugdi. Til dømis: ”Røsk genta, ið dugir væl at seyma. Drekkur ikki og er eitt satt konubrot”. Nógv konufólk arbeiddu ikki í teimum stóru lundunum sunnanfyri. Men hjá niðursetufólkunum norðanfyri var neyðugt, at konur og børn tóku hond í. Tey vórðu ofta sett at veva og spinna. Av tí at arbeiðsmegi treyt, fingu konufólk betri løn í hjálondunum. Meðan Amerika enn var saman við Onglandi, vóru somu javnstøðulógir galdandi í báðum londunum. Í Nýonglandi, har nógvir puritanar búðu, skuldi konan laga seg eftir manninum. Maðurin kravdi, at konan skuldi vera lýðin, arbeiðssom og sparin. Gekk hon ikki undir hesar treytir, var vanlig, at tey skildust. Eisini var lættari hjá konufólkunum at fáa útbúgving í hjálondunum. Tey vóru í minniluta, og hetta gjørdi kanska, at virðingin fyri teimum var størri. Hjálondini og Bretland. a>narar vórðu sendir til Amerika frá 1701 til 1810. "Les eisini greinina Amerikanska Kollveltingin" Í 18. øld høvdu hjálondini í USA minni samband við Bretland enn áður. Nýggj ættarlið vóru komin, og nú vóru flestu innflytararnir írar, skotar, týskarar og fraklendingar. Hóast hjálondini enn vóru undir bretskum harraveldi, hevði tjóðskaparrørslan ment seg. Hvítir ognarmenn valdu ting. Har varð peningur játtaður, skattur ásettur og lógir samtyktar. Bretar vóru ikki sinnaðir at lata hjálondini gera og vinna sínar egnu vørur. Teir vildu hava ótilvirkaðar vørur úr hesum londum, helst bummull. Bretska tingið gjørdi av, at tollur skuldi verða lagdur á allar lidnar vørur, sum vórðu innfluttar, til dømis glas, pappír og vín. Men tingið kravdi eisini, at tær vørur, sum Vesturindia sendi hjálondunum, skuldu verða tollaðar. Tollurin fór til Bretlands. Niðursetufólkið var í ødini um hetta krav, og tað bøtti ikki um, at tingið samtykti lógir, sum skuldu galda í hjálondini, hóast tey høvdu ikki umboð í bretska tinginum. Dúgliga varð mótmælt, og at enda varð tollurin tikin av. Men kortini varð tollur lagdur á te, sum bretar fluttu inn og aftur seldu hjálondunum. Tollurin varð tískil standandi sum tekin um, at bretska tingið tók sær rættin at skatta hjálondini. Í 1773 fóru nakrir bostonbúgvar, ílatnir sum indánar, umborð á trý skip, sum vóru fermd við tei, og tveittu alt fyri borð. Viðurskiftini, millum niðursetufólkið og bretar, gjørdust nú sera álvarslig. Tvey ár seinni brast frælsiskríggið á, og 4. juli 1776 samtykti tjóðartingið fyribils Amerikonsku Frælsisyvirlýsingina. Trettan hjálond høvdu tikið loysing frá Bretlandi. Kríggið vardi í 5 ár. Ein triðingur av fólkinum stuðlaði bretum, ein triðingur var uttanveltaður, og ein triðingur var beinleiðis við í stríðnum fyri loysing. Tað vóru serliga handilsmenn, ið sóu fyri sær teir stóru fyrimunur at kvetta við Bretland. Flestu indiánsku ættarbólkarnir hjálptu bretum, og Frakland, gamli fíggindi Bretlands, stuðlaði niðursetufólkinum. Bretar høvdu eisini leiguhermenn – 20 000 týskarar vóru í ein góðseigari úr Virginia, stóð á odda fyri hjálandaherinum. Skamt eftir, at Amerikanski Frælsisbardagin ímóti bretum var brostin á, útnevndi tingið í hjálondunum herovastin George Washington úr Virginia sum hægstráðandi fyri herinum. Hann rak bretar úr Boston, og fyri tingini var hetta tekin um formliga at loysa seg frá bretska yvirvaldsrættinum. Hin 4. juli góðtók Kongressin Frælsisyvirlýsingina, sum umboðsmenn fyri øll 13 hjálondini høvdu skrivað undir. Hon segði, at sameindu hjálondini vórðu og skuldu verða fræls og óheft ríki. Kríggið vardi í 5 ár, men Washington og herlið hansara vunnu flestu bardagarnar. Ein gávuríkur, dugandi ungur tingmaður úr Virginia, Thomas Jefferson (13. apríl 1743 – 4. juli 1826), skrivaði Frælsisyvirlýsingina. Sum fyrimynd hevði hann hugsanina hjá enska heimspekinginum John Locke (29. august 1632 – 28. oktober 1704), sum segði politiska valdið gera sáttmála við fólkið um tilverurætt teirra, frælsi og – skoytti Jefferson uppí – eydnu. Hann skrásetti misbrotini Bretlandskongur hevði gjørt, og segði hann hava brotið sáttmálan við tegnar sínar í hjálondunum. Øll niðursetufólkini vildu ikki hava frælsi. Mong av teimum kongstrúgvu fluttu til Kanada. Hugsanin um, at øll skuldu vera fræls, fekk summi fólk at stríðast fyri, at trælirnir eisini skuldu gerast frælsir. Á eysturstrondini í USA varð trælahaldið tikið av við lóg í 1804. Undir Frælsisbardaganum fingust konufólk í hjálondunum við arbeiði, sum fólk flest bara hildu vera mannfólkaarbeiði burturhav til dømis Molly Pitcher ið stríddist á vígvøllinum. Lond í Evropa nýttu amerikonsku grundlógina sum fyrimynd. Hesir tankar um frælsi og sjálvbjargni birtu nýggja vón hjá teimum, sum vildu hava einaveldiskongarnar settar frá. Men Amerikanska Kollveltingin broytti ikki stórvegis viðurskiftini hjá teim svørtu. Tey vóru enn trælir, og indiánar máttu framvegis lata lendi. Heldur ikki konufólkið hevði somu rættindi sum mannfólkið. Á vári 1781, eftir bardagan ímillum bretsk og amerikansk herlið við Guilford Court House í North Carolina, gav Corwallis herovasti hjá bretsku herliðunum boð um at taka seg aftur til Yorktown í Virginia. Amerikanski herurin stongdi allar leiðir til Yorktown, og bretsku herliðini fingu hvørki útgerð ella neyðsynjarvørur. Í oktober gav Cornwallis seg upp í hendurnar á Washington herovasta, og kríggið var av. Í friðarsamráðingunum í París í 1783 vórðu hjálondini, ella USA, viðurkend sum frælst ríki. Mangir trupulleikar bíðaðu nýggja ríkinum. Samveldisstjórnin var veik. Í mai 1787 buðu tingini øllum sambandssríkjunum til fundar at evna til eina stýrisskipanarlóg. Á fundinum varð gjørd tann sterka stýrisskipanin, sum enn er galdandi í USA. Borgarakríggj. "Les eisini greinina Amerikanska Borgarakríggið" Høvuðsvinnan í norðurríkjunum í USA var ídnaður, og trælahaldið var avtikið. Í suðurríkjunum var landbúnaður høvuðsvinna og trælirnir gjørdu enn mesta arbeiðið á gørðunum. Í 1860 varð Abraham Lincoln (12. februar 1809 – 15. apríl 1865) valdur forseti. Hann sýttu fyri, at trælahald skuldi breiða seg í økjunum vestanfyri. Sjey suðurríki, sum stúrdu fyri, at Lincoln fór at geva øllum trælum í USA frælsi, tóku seg úr sambansríkinum og stovnaðu Sameindu Amerikonsku Suðurríkini (CSA). Í apríl 1861 var fyrsti samanbresturin við Fort Sumter í South Carolina. Fýra ríki afturat fóru í part við uppreistrarmonnunum, og kríggj brast á ímillum norður og suður. Í fyrstuni vunnu suðurríkin – til dømis við Stonewall Jackson (21. januar 1824 – 10. mai 1863) – á odda, men norðurríkini høvdu fleiri hermenn og vóru betur útgjørdir. Teir avbyrgdu havnirnar í suðurríkinum, og sum frá leið, máttu suðurríkini dvína og í 1865 legði herovasti teirra, Robert E. Lee (19. januar 1807 – 12. oktober 1870), vápnini. Fleiri enn 600 000 fólk lótu lív. Í 1865 tóku tingini undir við yvirlýsingini um, at allir trælir vóru frælsir. Grundarlagið undir búskapinum í suðurríkjunum var bummull, og teir, sum áttu bummullarlundirnar, høvdu harðliga brúk fyri trælunum. Tey hvítu fyri sunnan tvíhildu um hesa samfelgsskipan, men sluppu ikki at varðveita hana, og tá ið borgarastríðið var av, varð trælahald bannað við lóg - Í januar 1863 varð trælahald bannað við "the Emancipation Proclamation". Frælsisloysingin gav teimum rætt til egið arbeiði og rættin til at eiga jørð, men tað vóru stórir trupulleikar knýttir at hesum frælsi, tey vóru ólærd og tey flestu vóru analfabetar. Frælsir trælir fingu jørð at velta í, men áttu hvørki amboð ella sáð, og kor teirra vóru lítið frægari enn frammanundan. Borgarakríggið í USA var í mongum lutum líkt kríggjunum í 20. øld: jarnbreytir og stálskip høvdu alstóran týdning, tá ið hermenn og útgerð skuldi verða flutt; báðir partar gjørdu stórar fangalegur, har mangir hermenn doyðu, helst av blóðsótt; heryvirmenninir sendu týðandi boð um fjarritaran; bløðini greiddu nágreiniliga frá krígnum, og myndir vórðu tiknar av ræðuleikunum á vígvøllinum. Framgongd. a>ið, sum fleyg við motori, og sum var undir ræði flogskiparans. Seinna helming í 19. øld búsettu fleiri milliónir fátækir amerikanarar og innflytarar úr Evropa seg vestan fyri Mississippi. Vónríkir gullgravarar fóru til Kalifornia, har gull varð funnið í 1848, og stórbøndur løgdu lendi inn á grasfløtunum og hildu stór neytafylgi. Tað var lógin Homestead Act frá 1862, sum eggjaði bóndunum at fara vestureftir. Bøndur fingu um 650 000 m² at velta, og tá ið teir høvdu dyrkað jørðina í 5 ár, áttu teir hana. Arbeiðarar løgdu jarnbreytir til Kyrrahav, og við jarnbreytini enn fleiri arbeiðarar og grøðin varð flutt til markaðirnar. Stór framgongd var í ídnaðinum í USA ímillum 1900-1919. Hóast landið helt við Bretlandi og Fraklandi, fóru amerikanar ikki uppí Fyrra heimsbardaga, fyrr enn týska kavbátakríggið fekk so ilt í myndugleikarnar, at teir kendu seg noyddar upp í bardagan. Í Suðuramerika og Miðamerika gjørdust fleiri stjórnir ónøgdar við, at USA hevði so stóra ávirkan í land teirra. Í Argentina miseydnaðust fleiri nýskipanarætlanir av rotinskapi og dugnaloysi. Mongu jarnbreytirnar bundu longu teinarnar í USA saman. Í 1900 var alt jarnbreytakervið í USA 405.000 km langt. Um aldamótið var USA heimsins framkomnasta ídnaðarland, men tað prutlaði mangan undir lokinum á arbeiðsmarknaðinum, tí at lønirnar vóru lágar og arbeiðsumstøðurnar vánaligar. Í 1904 vóru komnir um ein millión innflytarir til USA um árið. Men nú vórðu protestantiskir innflytarar við lutfalsliga høgari útbúgving úr Norðurevropa fyri harðari kapping frá ólærdum katolikkum og øðrum innflytarum úr Suðurevropa, sum komu hagar at leita eftir amerikanska dreyminum – at sleppa burtur úr fátækradøminum og vinna sær ríkidømi og eydnu. Í 1903 taka brøðurnir Wright seg á flog í North Carolina og eru teir fyrstu, ið flúgva við motorriknum flogfari. Fólk varnast ikki veruliga, hvønn týdning henda stórhending hevur, fyrr enn fyrri heimsbardagi brestur á í Evropa á sumri 1914. Hetta er fysta kríggj, har alt fólkið í landinum er partur í krígsførsluni ella krígsframleiðsluni. Flogfør, stríðsvognar, kavbátar og eiturvápn verða nýtt ímóti hermonnum og vanligum fólki í heimsumfatandi bardaga. Ford setur heimin á hjól. Ford Modell T í 1908. Amerikanski ídnaðarmaðurin Henry Ford (30. juli 1863 – 7. apríl 1947) fór at hópframleiða bilar, so at teir skuldu gerast bíligari. Bilarnir vórðu settir saman av lutum, sum komu til arbeiðaran á flutningsbandi. Lutirnir vóru so meinlíkir í útsjónd og sniði. Og so einfalt og eintáttað var hetta arbeiðið, at ófaklærdir arbeiðarar kundu gera tað. Hetta stytti nógv um framleiðslutíðina fyri hvønn bil, úr fleiri døgum niður í 12 tímar ella færri. Seinni hevur mannagongd hansara verið fyridømi í framleiðsluídnaðinum um allan heim. Ford stovnaði bilverksmiðju sína í Detroit í Michigan í 1903. Fimm ár seinni kom hann á marknaðin við einum lítlum bíli, Modell T. Hann var sterkur, álítandi og bíligur. Bilurin var fyriboðan um eina mikla samferðslukollvelting. Í 1920 var annar hvør bilur í øllum heiminum Ford Modell T. Sum arbeiðsgevari var hann eisini slóðbrótari. Í 1914 setti hann í gildi minstuløn – 5 dollarar – fyri at arbeiða 8 tímar, og hann hevði ætlanir um, at arbeiðarnir skuldu fáa burtur av vinningsýtinum. Henry Ford setti sær fyri at gera ”ein bil, sum skuldi verða hvørsmans ogn”. Í 1908 høvdu færri enn 200 000 amerikanarar bil, í 1930 vórðu seldir fleiri enn 15 milliónir bilar av slagnum Modell T. Fólk flest kundu koma skjótari fram enn tey allar ríkastu 50 ár frammanudan. Heimskreppan. "Høvuðsgrein: Heimskreppan 1929" a>, tá ið fleiri milliónir virðisbrøv vórðu seld í einum a> gjørdist stór inntøkukeldu, bæði hvat landbúnaði og ravmagnsveiting viðvíkur Eftir fyrra heimsbardaga var búskaparlig framgongd í USA í nøkur fá ár, til kreppa í landbúnaðinum, sum stóðst av ov nógvum korni og øðrum búnaðarvørum, trýsti prísirnar niður. Virðisbrævamarknaðurin í New York rapaði í 1929, og tað elvdi til eina búskaparkreppu, sum breiddi seg um allan heimin. Lond í Latínamerika, til dømis Meksiko og Peru, royndu at fremja umfatandi búskaparligar og samfelagsligar nýskipanir. Í Brasil gjørdist álvarslig búskaparkreppa, tá ið prísurin fall á kaffi og gummi. Politisk kollvelting stóðst av hesum, og Getulio Vargas gjørdist einaræðisharri. Í 1920 varð bann sett fyri at gera og selja rúsdrekka í USA. Avleiðingarnar av tí vóru svartsøla og kríggj ímillum ránsmannliðini, sum skipaðu fyri søluni. Løgreglan læt eyguni aftur. Ránsmannaovastin Al Capone (17. januar 1899 – 25. januar 1947) hevði í mong ár eftirlit við rúsdrekkasøluni í Chicago í Illinois, og myndugleikarnir gjørdu einki við tað. Í kreppuni broyttist almenna hugsanin um ránsmenninar, og Al Capone varð settur í fongsul. Stóra heimskreppan hevði við sær, at milliónir fólk mistu hús og arbeiði. Í mongum stórbýum vóru stórir súpanarkøkar, ið góvu teimum, ið svøltaðu, mat ókeypis. Búskaparkreppan ávirkaði allar samfelagsbólkar í USA, men serliga illa fyri vórðu bøndurnir. Landbúnaðurin hevði veriði illa fyri í 1920-árunum, og nú elvdi herviligur turkur til upp aftur størri trupulleikar. Mangir bøndur máttu rýma av garði. Støðan batnaði eitt sindur, tá ið nývaldi forsetin Franklin D. Roosevelt (30. januar 1882 – 12. apríl 1945) tók við í 1933. Hann setti í gildi ”New Deal” -máliskan er úr kortspæli- har miðað varð eftir at hava gomlu búskaparskipanina og samstundis seta í verk djúptøknar nýskipanir, sum skuldu varða í fleiri ár. New Deal skuldi skapa framgongd í ídnaðinum og stórar almennar byggiverkætlanir skuldu geva fleiri milliónum arbeiðsleysum arbeiði. Lagalig lán til bøndur skuldu eggja teimum til at fáa landbúnaðin á føtur aftur. Eisini uppskot vórðu gjør dum eftirløn og arbeiðsloysisstuðul og at rudda og endurreisa fátækrabýlingarnar í býnum. Arbeiðarar fingu størri ávirkan á arbeiðsviðurskiftini. Lykilin at loysa kreppuna var at økja eftirspurningin. Í miðvestri var so nógvur turkur, at akrarnir gjørdust oyðimerkur, og túsundtals bøndur mistu garðar sínar og fóru til Kalifornia at sóknast eftir arbeiði. John Steinbeck (27. februar 1902 — 20. desember 1968) lýsir hørðu kor teirra í stóru skaldsøguni The Grapes Of Wrath, ið varð gjørd til film. Alt fyri eitt, Roosevelt tók við, setti hann í verk ætlanir, sum skuldu minka um arbeiðsloysið. Í 1933 varð nýggj landbúnaðarlóg viðtikin. Bøndurnir fingu fíggjarligan stuðul at minka framleiðsluna. Lógir um samfelagsliga trygd og betri arbeiðsumstøður vórðu eisini viðtiknar. Hann setti eisini á stovn náttúrulið og friðingarlið, mannað við ungum monnum, ið gróðursettu trø og annað tílíkt arbeiði. Best eydnaða verkætlanin var Tennessee Valley Authority. Túsundtals fólk sluppu til arbeiðis, tá ið sett varð á í 1933, og allur Tennesseedalur gjørdist stór inntøkukeldu, bæði hvat landbúnaði og ravmagnsveiting viðvíkur. Endamálið við Tennessee Valley-ætlanini var at gera byrgingar til tess at temja ánna og sleppa undan vatnflóð, bøta um landbúnaðin, gera siglingarveitir og gera ravmagn. Fleiri enn 20 byrgingar vórðu gjørdar, og í 1960-árunum veitti skipanin 6 prosent av allari ravmagnsnýtsluni í USA. Talufilmarnir komu um somu tíð, sum heimskreppan tók seg upp. Hjá mongum gjørdust kykmyndirnar vøkkultur uggi at flýggja undan harða og gleðileysa gerandislívinum. Filmstríðarritini høvdu góðar dagar. Íspunnu, prangandi frásagnir teirra um marglætislív filmsleikaranna fingu lesararnar at halda, at teir eisini skuldu uppliva ”amerikanska dreymin”. Seinni heimsbardagi og kalda kríggið. "Les eisini Seinni heimsbardagi og Kalda kríggið" Japan hevði ikki sent USA krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á Pearl Harbor í Hawaii, sum var týdningarmesta herflotahavnin hjá USA í Kyrrahavinum. Fimm amerikonsk slagskip og 15 onnur skip vórðu søkt ella oyðiløgd. Tíðliga í 1945 tóku amerikanarar japonsku oyggjarnar Iwojima og Okinawa. Hin 6. august tveitti eitt amerikanskt bumbuflogfar fyrstu kjarnorkubumbuna niður yvir japanska býin Hiroshima, og 80 000 menniskju lótu lív. Tríggir dagar seinni var aftur ein kjarnorkubumba tveitt niður yvir Nagasaki. 15. august 1945 løgdu japanarar vápnini. Annar heimsbardagi var av. Tíðin eftir bardagan er ótrygg og spenningur stórur, tí tey bæði sterkastu sigursveldini – USA og Sovjetsamveldið – stríðast um at gerast sterkasta veldið í heiminum. Bæði stórveldini aldubba seg við kjarnorkuvápnum og øðrum vápnum og gera heimsumfatandi hernaðarligar og búskaparligar samgongur. Hárfína javnvágin ímillum teirra stendur við í yvir 40 ár og verður nevnd Kalda kríggið, tí at ongantíð brestur kríggj á partanna millum. Men bæði stórveldini hjálpa hvør sínum parti í ymsum kríggjum, til dømis í Korea, Vjetnam, Miðeystri og Afrika. Meðan londini í Latínamerika kannaðu sær útvegir at menna búskap sín, gjørdust USA ríkasta land í heiminum. Men ríkidømið varð ójavnt býtt: Svartir amerikanarar vórðu javnan fyri bæði fíggjarligum og samfelagsligum vanbýti. USA kappaðist við Sovjetsamveldið um at vinna sær vald og ávirkan í hvørjum króki í heiminum og nýtti mangar milliardir dollarar til vápn og búskaparhjálp til sameindu lond síni. Javnrættindi. Borgararættindastríðið í 1950-árunum og 60-árunum er ein av størstu hendingunum í amerikanskari søgu í 20. øld. Rættindi og lívskor teirra svørtu samsvaraðu ikki lyftunum í Frælsisyvirlýsingini og Grundlógini. Tey svørtu vóru – 100 ár eftir at trælahaldið varð avtikið – enn bundin av tí trældómi, ið teirra forfedrar í so mong ár, sum trælir hjá hvíta manninum, høvdu livað við. Í suðurstatunum var segregatión og tey svørtu í norðurstatunum vóru partvís integrerað í verðina hjá hvíta manninum. Í 1950-árunum herdu svartir amerikanarar stríðið fyri samfelagsligum, fíggjarligum og politiskum javnrættindum. Fleiri milliónir fólk vóru við í friðarligu mótmælistiltøkunum ímóti rasuskilnaði. Til dømis noktaðu fólk í Alabama í eitt heilt ár (1955-56) at koyra við teimum bussum, sum høvdu serligar sessir til svørt og hvít. Fyri átakinum stóð baptistpresturin Martin Luther King (25. januar 1929 – 4. apríl 1968). Í 1963 gingu King og viðhaldsfólk hansara dag um dag mótmælisgongu til ráðhúsið í Birmingham í Alabama, tó at myndugleikarnir í býnum beittu hundar eftir teimum og spulaðu tey við brandslangum. Seinni sama ár fóru nøkur 100 000 borgararættindafólk mótmælisgongu til Washington DC. Tingið gav eftir, og í 1964-65 viðtók tað lógirnar um borgararættindi, sum bannaðu, at mannamunur var gjørdur á svørtum og hvítum. Fleiri mió. svørt fólk fluttu til norðara og vestara part í USA í 1950- og 1960-árunum. Fá fingu gott arbeiði, og býarpartarnir, har tey búsettu seg, gjørdist fátækrabýlingar. Summi fóru í part við oddamonnum sum Malcom X (19. mai 1925 – 21. februar 1965), ið mælti til, at tey svørtu skuldu taka handlar og skúlar, har ið tey búðu, og seta hart í móti hørðum. Í nógvum býum varð ófriður (1965-1968), men lítið batti. Í USA hava vit nú havt 2 littar uttanríkisráðharrar undir George W. Bush (R), hin fyrri Colin Powell og síðan Condoleezza Rice. Og sjálvandi, so kulmineraði tað tann 20. januar í 2009, tá Barack Obama, sum er littur, gjørdist tann 44. amerikanski forsetin. Borgararættindastríðið hjá teimum svørtu í 1960-árunum eggjaði eisini øðrum til at stríðast ímóti órættvísi. Eftir at National Organization For Women varð stovnað í 1966, gingu konufólk saman í stríðnum fyri somu løn og somu arbeiðsmøguleikum, betri heilsuverki og rætti til fría fosturtøku. Nýggjar lógir bannaðu kynságangi á arbeiðsmarknaðinum, men javnarættindalógin varð ikki viðtikin í so mongum ríkjum, at hon varð tikin við í stjórnarskipanarlógina í USA. Seinast í 1960-árunum fóru samkynd konufólk og mannfólk at stríðast fyri javnrættindum. Einkjan eftir Martin Luther King, Coretta King, arbeiðir enn fyri borgararættindum í USA. Hon sigur at Martin Luther King í síni dreymasjón eisini hevði samkynd við borðið. Hon samanber homofobi við antisemitismu og rasismu. Kubakreppan. a>, meðan fleiri mió. sjónvarpssíggjarar hugdu at. "Eitt lítið stig fyri ein mann, men mannaættini eitt stórt stig", segði hann. Í 1945 tveitti USA kjarnorkubumbur niður yvir Hiroshima og Nagasaki í Japan, báðir býir vórðu fullkomiliga lagdir í oyði. Hetta prógvaði, hvørja megi hesi nýggju vápn høvdu. Annar heimsbardagi endaði tí alt fyri eitt av hesi orsøk, men brátt var friðurin aftur í vanda av spentu støðuni ímillum USA og Sovjetsamveldið. Við ringum tannabiti sóu amerikanarar, hvussu Sovjetsamveldið tók sær harradømið í Eysturevropa, og í 1947 gjørdi USA av at stuðla øllum londum, sum settu seg upp ímóti sovjetiskum trýsti. Bæði stórveldini gjørdu nógv kjarnorkuvápn, ið vóru so sterk, at einki annað land vágaði sær at leypa á tey. Henda ”ræðslujavnvágin” var vernd fyri friði. Í 1959 tók Fidel Castro (f. 13. august 1926) ræðið í Kuba. Hann knýtti samband við Sovjetsamveldið og bað um sovjetiska verju, tá ið flýddir kubanar, hervandir í USA, royndu at gera innrás í 1961. Í 1962 varnaðist amerikanska fregnartænastan sovjetskar kjarnorkurakettir í Kuba. Kennedy gav flotanum boð um at avbyrgja Kuba. Allur heimurin bivaði av ræðslu fyri kjarnorkukríggi, men Sovjetsamveldið slakaði og tók vápnini niðuraftur. Ríkisovastar um allan heim sóu, hvørjum vanda heimurin hevði verið í, og í 1963 skrivaðu teir undir at minka um kjarnorku-royndarspreingingarnar. Rúmdarmenn á mánanum. Í øldir høvdu fólk droymt um at fara út í rúmdina. Síðan í 17. øld høvdu vísindamenn eygleitt og granskað rúmdina við landkikara, men ikki fyrr enn eftir annan heimsbardaga, tá ið ferð kom á rakettmenningina, bar til at granska rúmdina beinleiðis. Í 1957 sendi Sovjetsamveldið fyrsta gjørda fylgissveinin, Sputnik 1, í ringrás um jørðina. Amerikanarar vórðu ógvuliga illa við, og tað var ein dyggur smeitur fyri stoltleika teirra. Teir kvíddu fyri, at stóra rakettin, sum bar fylgissveinin, eisini kundi bera eina kjarnorkubumbu vestur um Atlantshav. ”Kappingin um rúmdina” ímillum stórveldini tók dik á seg. Sovjetiski rúmdarmaðurin Jurij Gagarin (9. mars 1934 – 27. mars 1968) var fyrsti maður, sum í rúmdarfari fór ringrás um jørðina (1961), men í 1969 var amerikanski rúmdarmaðurin Neil Armstrong (f. 5. august 1930) fyrsti maður á mánanum. Seinni hava amerikanskir vísindamenn lagt dent á at skjóta fylgissveinar út í rúmdina, sum til dømis verða nýttir at granska verðurlagið, at eygleiða hernaðarvirksemi og til samskiftiskervið, til dømis sjónvarp. Vælferðarsamfelagið. Í 1990 áttu hundrað milliónir húski í USA litsjónvarp, og hvørt fólk hugdi í sjónvarp fýra tímar í miðal um dagin. Búskapurin í USA ferfaldaðist frá 1945-1970, og keypiorkan hjá einum amerikonskum miðalhúski meira enn tvífaldaðist. Amerikanarar fingu ráð til at keypa meira av øllum. Á hvørjum ári vórðu fleiri enn ein mió. hús bygd, mest í forstøðunum í stórbýunum. Bilsølan varð tvífaldað, og tingið játtaði, at túsundtals kilometrar av høvuðsvegi vórðu lagdir. Amerikanarar keyptu nýtsluvørur fyri milliardir dollarar, til dømis vaskimaskinur, sjónvarpstól, uppvaskimaskinur og myndatól. Men øll áttu ikki lut í vælferðini. Í hvørjum einasta býi vóru fátækrabýlingar, har fátæk og arbeiðsleys búðu, eins og lægri inntøkur í landbúnaðinum elvdu til fátækradømi í landbúnaðarøkjunum. Í 1990 áttu hundrað milliónir húski í USA litsjónvarp, og hvørt fólk hugdi í sjónvarp fýra tímar í miðal um dagin. Sjónvarpið gav síggjarum sínum høvi til við egnum eygum at fylgja við týðandi tilburðum, politikki, ítrótt og undirhaldi. Heimurin tyktist at vera minkaður, nú fólk kunnu kaga inn í øll herðashorn. Í 1960-árunum noktaðu summi ungfólk at arbeiða sum foreldur síni at fáa sær pening til hús og bilar. Hippiarnir, ið teir vórðu nevndir, løgdu dent á eitt lív í friði og kærleika, við drøgg, virknum kynslívi og tónleiki. Hesin lívsháttur ávirkað milliónir um allan heim. Aðrir ungdómar fóru upp í politiskar bólkar, til dømis Studentar Fyri Fólkaræðiligum Samfelagi, sum var ímóti, at USA kríggjaðist í Vjetnam. Ríkar fyritøkur í USA nýttu nógvar milliónir dollarar at menna nýggjar vørur. Í 1970-árunum lærdu granskarar at brenna túsundtals elektróniskar ravrásir, sum kundu goyma og viðgera ógvuliga mangar upplýsingar inni í erflísum. Tær vórðu bíligar at gera og vórðu nýttar í tólum, sum kollveltu tilveruna heima og í arbeiðslívinum, til dømis teldur, ídnaðartólmenni og telefaks. Eyðkvæmi. a>. Í 2010 vóru tilsamans 1 106 400 tilburðir skrásettir í USA. Amerikanarar vórðu skelkaðir, tá ið granskarar gjørdu vart við í 1980, at ein nýggj sjúka hevði tikið seg upp í USA. Fólk, ið annars høvdu verið frísk og ferðig, fingu brádliga eina ávísa, ókenda krabbasjúku ella sjáldsamar ígerðarsjúkur, og í 1981 varð skrivað um nýggju sjúkuna í einum amerikonskum læknavísindariti. Í 1982 fekkð sjúkan navnið – "Acquired Immune Deficiency Syndrome" (AIDS), á føroyskum nevnd eyðkvæmi. Sjúkan breiddi seg skjótt. Í 2010 vórðu fleiri enn 583 298 fólk í USA deyð av eyðkvæmi, alt fleiri fólk vórðu smittað um allan heim. Eyðkvæmi stendst av, at eitt virus, - "Human Immunodeficiency Virus" (HIV), oyðileggur mótstøðuføri í mannakroppinum. Læknar staðfestu fyrst eyðkvæmi ímillum samkynd og tvíkynd mannfólk. Skjótt kom fram, at bløðarar og tey, ið sprændu seg við drøgg, og onnur, ið høvdu fingið blóð, eisini vórðu HIV-smittað. Síðan er staðfest, at HIV smittar við blóðflutningi og kynsligum sambandi. Enn vita granskarar ongan heilivág, sum kann lekja eyðkvæmissmittað, tó kunnu tey nú liva nógv longri við sjúkuni, enn tey kundu í fyrstani. Við røttu viðgerðini gongur eisini longri tíð, áðrenn AIDS sjúkan brýtur út hjá teimum sum hava fingið staðfest, at tey eru HIV-positiv. Átøk vóru gjørd og verða enn gjørd, fyri at fáa fólk at verja seg móti smittuni eitt nú við at nýta hít og við at lata vera við at brúka sproytur ella nálir, sum onnur hava brúkt áðrenn. Felagsskapir hjá samkyndum monnum tóku skjótt greiða støðu í spurninginum um eyðkvæmi og stovnaðu grunnar og vístu á, hvussu fólk kundu verja seg fyri smittuni. Kortini vórðu bæði fólk og miðlar í USA merkt av fordómum ímóti samkyndum. Stjórnin hjá Ronald Reagan (6. februar 1911 – 5. juni 2004) tók heldur ikki málið í álvara. Og ikki fyrr kenda filmstjørnan Rock Hudson (17. november 1925 – 2. oktober 1985) doyði av eyðkvæmi í 1985, og hann og vinfólk hansara tosaðu opið og ærliga um sjúkuna, kom broyting í. Í 2010 vóru í USA fráboðaðir 1 106 400 tilburðir av eyðkvæmi, og av hesum vóru 25,2 % kvinnur, 583 298 vóru deyð. Áhugavert er at vita, at av teimum AIDS-sjúku búgva 184 429 í Los Angeles-økinum, 92 669 í New York City og til dømis bara 40 í North Dakota. Samkyndir menn fingu sjúkuna fyrst. Men nú eru eisini onnur enn samkyndir menn, ið fáa AIDS. Av hvørjum fýra tilburðum eru nú bert 2 samkyndir menn. Hinir tilburðirnir fyrst og fremst í teimum serligu vandabólkunum, t.d. bløðarar, sproytunarkomanar og børn hjá narkomanum. Tó eru myndugleikarnir við at fara burtur frá at tosa um vandabólkar, tí sjúkan nú er so útbreidd millum fólk sum ikki hoyra til nakran av so-nevndu vandabólkunum. Ein annar kendur amerikanari, sum doyði av eyðkvæmi er sangarin og tónleikarin Freddie Mercury, sum doyði í 1991. Hann var forsangari í tónleikabólkinum Queen. Yvirgangsatsóknin 9/11. 11 kravdu umleið 3000 mannalív. 11 kostaði uml. 3000 mannalív. Tað var 11 septembur í 2001, at 2 flogfør rendu í bygningarnar World Trade Center, eisini nevnt, The Twin Towers (Tvíburðatórnini) á Manhattan í New York City, New York. Hetta vóru yvirgangsmenn hjá Al-Qaeda, sum høvdu yvirtikið flogfør og rendu á bygningarnar. Tvey teirra flugu inn í bæði World Trade Center tornini og gjørdust á tann hátt ímyndin um sjálvt álopið, men eitt annað flogfar rendi á Pentagon-bygningin í Arlington, Virginia (nær við Washington, D.C.). Líka síðan hevur verið leitað eftir Osama bin Laden, fyrrverandi leiðari í bólkinum. Í eini beinleiðis røðu í Hvítu Húsunum greiddi Barack Obama forseti frá hvussu Osama bin Laden 2. mai 2011 varð dripin í Abbottabad, sum liggur norðanfyri Islamabad í Pakistan. Yvirgangsatsóknin 11. september var byrjanin til eina nýggja tíð. Amerikanar grundaðu Kríggið móti yvirgangi eftir hetta. USA vóru fast avgjørdur um at fara í herna móti yvirgangi og móti teimum, sum vardu yvirgang. Kríggið í Afganistan og Irak var grundað á álopini 9/11. Landafrøði. "Høvuðsgrein: Amerikonsk landafrøði" a>i ræður USA fyri nøkrum oyggjaflokkum. Tann gitnasti av teimum er Hawai'i. a>, og skíðbakkar eru í næstan øllum býum í statinum. Størsti parturin av statinum Washington er skógur, har fura, grann og bjørk vaksa. USA er stórur partur á norðuramerikanska meginlandinum. USA er vestan úr Atlantshavi, eystur í Kyrrahav, norðan úr Meksiko og suður úr Kanada. Tilsamans er USA 9,8 mió km² stórt, 7024 ferðir størri enn Føroyar. Í so stórum landi er stórur munur á veðurlagnum. Í Norðuralaska er tað kaldasta, ið veðurfrøðingar hava mált, heilt niður á -62,2 °C (-80°F), meðan tað hinvegin í Death Valley, Kalifornia er mált upp á 56,7 °C (134 °F), ið er tann næsthægsta hitamáting í øllum heiminum. Fimmti lutstatir eru í sambandsríkinum, tá eru Alaska, ið fer langt norður um pólkring, og Hawaii, langt vesturi í Kyrrahavi, við. Tveir stórir fjallaryggir eru, Appalakkufjøll eystantil og Klettafjøll vestantil; stórur partur av landslagnum eru víðar grasfløtur. Landslagið og veðurlagið í vesturríkjunum í USA eru ógvuliga skiftandi. Ísur og kavi í Alaska og Colorado, oyðimørk í Nevada og Arizona og lýsbeltisveðurlag í Hawaii og Guam. Í Kyrrahavsstrondini flyta stórbýir sum Seattle, Portland og San Francisco út fisk, frukt og við um allan heim. Fyri vestan er eisini Hollywood, háborgin hjá filmídnaðinum, og Silicon Valley í Norðurkalifornia, sum er miðdepil fyri hátøkniligari teldumenning. Sun Valley í Idaho, har tú kanst sóla tær um summarið og standa á skíðum um veturin, er ein av kendastu frítíðarstaðunum í USA. Miðskeiðis í USA og Kanada eru Stóru Grasfløturnar (enskt: "Great Plains") ella prerian, sum lendið eisini verður kallað. Á hesum óføra víða lendið er heitt og turt um summarið og kuldi og kavi um veturin. Trø vaksa bara við áir og vøtn. Fyrr, tá ið fløturnar vóru albeittar við síðum grasi, gingu fleiri milliónir visundar har. Nú eru fløturnar veltar. Mesta grøðin er hveiti og mais. Miðríkini í USA eru best kend fyri cowboylívið og stórar neytagarðar, men har er eisini besta kornlendið í USA og nógv stór oljureinsiverk. Her eru høg fjøll, fruktagóðar fløtur, og her renna Mississippi og allar áirnar, sum renna í hana. Í Texas og Oklahoma er nógv olja og gass, og í Wyoming og Montana er nógv kol. Í Klettafjøllum eru stórir tjóðargarðar, til dømis Yellowstone National Park og Glacier National Park, og í fjøllunum eru mong steinsløg. Veðurlagið í miðríkjunum skiftir við árstíðunum; kalt um veturin og brennandi heitt um summarið, og har eru javnan melduródnir og heglingsstormar. Góðar havnir, fruktagóð jørð og nógv ráevni hava gjørt, eysturríkini er eitt hitt fjølbygdasta í landinum. Tað var á eysturstrondina, at niðursetufólkini úr Evropa komu í 16. øld. Nú eru nakrir av størstu býunum í landinum her, m.a. New York City og Washington DC, umframt teir áður so týdningarmiklu ídnaðardeplarnir Chicago, Detroit og Cleveland við Stóruvøtn. Størstu fjallaryggirnir í USA, kavataktu Klettafjøll og skógarklæddu Appalakkufjøll, eru ólíkir í útsjónd og í skapi. Atvoldin til tað er aldur. Klettafjøll eru ung fjøll, sum enn ikki eru brýnd niður og broytt í skapi. Appalakkufjøll eru ímillum elstu fjøll í heiminum, og vindur, regn og skriðísur í farnum ístíðum hava brýnt tey niður. Melduródnarbeltið. Upprákið í ódnarsnyrlinum sýgur alt, sum fyri er, til sín. Upprákið í ódnarsnyrlinum dregur við sær t.d. vatn, dust og enntá bilar. Fleiri hundrað melduródnir eru á hvørjum ári í melduródnarbeltinum, sum gongur ígjøgnum Kansas, Oklahoma og Missouri. Melduódnirnar taka seg upp, har ið heit luft úr Meksikoflógva og turr, køld luft úr Kanada reka saman. Hørðu melduródnirnar slætta alt, sum fyri er, við jørðina. Melduródnir kunnu ganga upp í 180 km/t. Hvørt ár volda ódnir teimum, sum búgva fram við strondini við Meksikoflógva og Atlantshav, stóran skaða. Nógvar melduródnir hava verið í USA í 2011. Amerikanska veðurstovan sigur, at 2011 kann enda sum tað ringasta meldurhvirluárið, sum fólk vita um at siga. Høvuðsorsøkin er verðurfyribrigdið "La Nina", sum ger vart við seg við jøvnum millumbilum. Veðurstovan sigur, at í apríl 2011 vóru meiri enn 900 meldurhvirlur, og at tann eina dagin vóru 164 meldurhvirlur í statunum Mississippi og Virginia. Býir. "Sjá eisini listi yvir amerikanskar býir eftir íbúgvatali" Heili 82 % av fólkinum búgva í býum, og USA verður eisini mett at vera eitt tað mest urbaniseraða landið í heiminum. New York City í New York er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað Los Angeles í Kalifornia og Chicago í Illinois. Í teimum flestu býunum hevur fólkið ymsan uppruna og er nógv blandað, og fólk, ið eru úr sama landi, búgva ofta saman í býarpørtum, nevndir t.d. Little Italy ella Chinatown. Nú búgva flestir amerikanarar í býum, men fyri hundrað árum síðan búðu tveir fimtingar av fólkinum á bygd. Enn eru nógvar bygdir og nógvir smáir býir í USA, har færri enn 10 000 fólk búgva. Hesir býir eru mest í landbúnaðarøkinum, og fólk fara hagar til handils, í skúla ella í kirkju. Landafrøðiligt sundurbýti. "Sjá eisini listi yvir økir og lutøkir í Sambandsríki Amerika." Fimmti stakríki eru í sambandsríkjunum, tá eru Alaska, ið fer langt norður um pólkring, og Hawaii, langt vesturi í Kyrrahavi, við. Høvuðsstaðurin Washington er staddur í samveldisøkinum "District of Columbia (DC)", sum ikki er stakríki. Kort yvir Sambandsríkinum Amerika (trýst á myndina) Búskapur. a> (sbrt. CIA World Factbook, Central Intelligence Agency) a>, sum hevur avgerandi týdning fyri heimshandilin Amerikanski búskapurin er heimsins størsti búskapur, og tað ger, at broytist hesin í styrki, ella broyta amerikumenn atburð, so merkjast árinini kring allan heim. Amerikanski búskapurin er ikki lutfalsliga eins stórur nú, sum hann hevur verið. Men kemur búskaparligur stígur í, so fer tað merkist í Evropa og eisini í Føroyum. USA er heimsins ríkasta land, og amerikanarar eru ímillum teir fremstu at vinna úr jarni, stáli, viði, umframt at gera elektróniska útgerð, bilar og flogfør. Hesin ídnaður hevur nógv arbeiði; næstan helvtin av arbeiðsmegini í landinum er konufólk. Fíggjarstøðan í USA hevur støði í kapitalismu, og dám av blandingsbúskapi. Landið er fremsta fíggjarliga stórmakt í heiminum, og amerikanarir hava yvirhøvur eitt høgt livistøði. Privati geirin hevur størsta partin av búskapinum um hendi. Uppileggingar frá statinum eru nakað færri enn í flest øðrum londum í Vesturheiminum. Í nýggjari tíð hevur eingin tjóð verið í nánd av USA við atliti til búskaparstyrki, men kommunistiska Kina kann nú meta seg ájavnt. Í fleiri ár hevur Kina havt stóran búskaparvøkstur, og altjóða gjaldoyragrunnurin International Monetary Fund (IMF) spáar nú, at í 2018 hevur landið lagt USA aftur um seg. Og lagnunnar speisemi má tað sigast vera, at tað júst eru amerikanskir borgarar, ið eru orsøk til, at Kina leggur seg á odda, tí eingin keypir fleiri vørur við merkinum "Made in China" enn júst amerikanar. Til samanberingar nevnir The Daily Mail, at tá búskapurin í Sovjetsamveldinum á sinni náddi tindinum, framleiddi landið bert triðingin av tí, sum USA megnaði. Og tá Japan náddi tindinum, var framleiðslan helvtina minni enn tann amerikanska. Fyri bert tíggju árum síðan var amerikanski búskapurin tríggjar ferðir so sterkur sum tann kinverski. Tí kemur metingin hjá IMF óvart. Í metingum sínum leggja búskapargreinarar hjá IMF seg serstakliga eftir inntøku og brúki hjá fólki í londunum, teir kanna búskapin hjá. Fura, grann og setrisviður vaksa væl í lýggja og slavna strandaveðurlagnum í ríkjunum Oregon og Washington. Í hesum báðum ríkjum er mesta skógarvinnan í USA. Trøini verða flutt heil til strondina við lastbili. Umhvørvisverndarfelagsskapir royna nú at verja partar í skógunum, har mong trø eru yvir 200 ára gomul. USA er tað land í heiminum, ið letur mest í menningarhjálp, meiri enn 22,7 milliardir dollarar árliga. Oljuvinna. a>. USA er vorðið heimsins størsti framleiðari av olju og gassi í 2014. USA er vorðið heimsins størsti framleiðari av olju og gassi í 2014 og hevur harvið yvirhálað bæði Russland og Saudiarábia. USA er tí størsta oljuland í heiminum, og einki annað land ger so nógvar oljuúrdráttir, til dømis bensin. Hetta var heilt óhugsandi fyri 10-20 árum síðani, nú Russland hevur ræði á nærum óavmarkaðum og risastórum olju- og gassgoymslum. Exxon Mobil metir, at um 40 ár er framleiðslan av olju í USA 11 faldað í mun til í dag. Í eini langtíðarprognosu, sum Exxon Mobil hevur kunngjørt í 2013, sigur forstjórin, Kenneth Cohen, at tíðin við oljutroti er farin. Hann grundgevur millum annað við skiferoljuni, sum er eitt serligt slag av olju sum liggur sera djúpt í undirgrundini, og sum higartil ikki hevur verið gjørligt at fingið hendur á. Amerikanska oljuframleiðslan fer framvegis at veksa í komandi tíðum, og sambært teimum seinastu metingunum hjá orkumálaráðnum (U.S. Energy Department) í District of Columbia kemur framleiðslan upp á 9,6 milliónir tunnur um dagin í 2016. Tað merkir, at amerikanska framleiðslan fer skjótt at nærkast metárunum í sjeytiárunum. Til sammetingar er framleiðslan í Kina 4,0 milliónir um dagin. Tann dagliga norska framleiðslan er um tvær milliónir tunnur. Metingin hjá amerikanska orkumálaraðnum sigur, at oljuframleiðslan verður rættiliga støðug frá 2016 til 2020, men at hon so fer at minka eitt vet. Samstundis væntar orkumálaráðið, at framleiðslan av gassi fer at veksa í komandi árum, og at vøksturin hetta til 2040 verður um 55 prosent. USA, sum leingi hevur verið heimsins størsti brúkari av orku, hevur seinastu árini økt munandi um framleiðsluna av olju og gassi fyri eitt nú at nøkta sín egna eftirspurning. Framleiðslan er vorðin so mikið stór, serstakliga orsakað nýggja skifurgassinum og skifuroljuni, at hetta hevur gjørt USA til útflytara av orku eisini. Um somu tíð er amerikanski innflutningurin av gassi og olju minkaður munandi seinastu árini; USA er í 2014 mestsum sjálvhjálpið við olju. Fyri fyrstu ferð síðani 1982 hevur USA í 2013 tikið meira gass upp úr undirgrundini enn Russland, vísa tøl frá International Energy Agency (IEA). Olja varð fyrst funnin í Texas í 19. øld, og tað hevði við sær, at Texas gjørdist ógvuliga ríkt ríki. Nú er Texas næst Alaska at vinna út olju. Oljuprísurin í USA liggur væl undir prísinum á heimsmarknaðinum, tí USA í 40 ár hevur havt útflutningsforboð. Landbúnaður. Víðu fløturnar ímillum Klettafjøll og Mississippi, sum áður vóru beitilendi hjá millióntals visundum, eru næstan allar lagdar undir plógv; og har verða meiri hveiti og mais velt enn nakra aðrastaðni í heiminum. Landbúnaðurin er hámekaniseraður, og ógvuliga stórar maskinur heysta grøðina. Har turrast er, veksur bara, verður vatn veitt á markirnar. Nógvastaðni verður vatn pumpað upp úr jørðini at væta við. Á grasfløtunum og vestur at Klettafjøllum er nógv neytahald. Fyrr róku cowboyar á rossabaki neytafylgini av einum belti á annað um summarið, og aftur á garðarnar um heystið; har vórðu sláturneytini seld á uppboði. Filmar úr Hollywood lýstu cowboyar sum sannar hetjur, men lívið á rossabaki var alt annað enn lætt. Lønin var vánalig, og teir sótu javnan í saðlinum einum 15 tímar um samdøgrið, í nógvum hita ella oysregni. Nú á døgum eru garðarnar ikki so stórir, og lastbilar koyra nú cowboyar og rossini á beitilendini. Miðskeiðis í 19. øld veltu suðurríkini 80 % av allari bummull í heiminum, og tey vunnu sær stórt ríkidømi av henni. Bummullin varð dyrkað í ovurstórum lundum, og tað vóru trælir úr Afrika, sum hentaðu hana við hond. Trælahaldið í USA varð avtikið í 1865. Bummull er enn týdningarmikil grøði; men nú gera maskinur alt tað tunga arbeiðið. Nú á døgum eru soyabønir týdningarmesta grøðin í suðurríkjunum. Tær verða mest fergdar til olju. Sunnanfyri verða dyrkað tubbak, bummull og ymsar oljuplantur. Bummull verður spunnin og vovin til klæði og til dømis nýtt til skjúrtur, buksur og handklæði. Handilsviðurskiftini millum Føroyar og USA. USA er ein sera týdningarmikil marknaður fyri føroysku alivinnuna. Tann amerikanski marknaðurin er rættiliga týðnandi fyri føroyskan útflutning av aldum laksi; í 2013 útflutti føroyska alivinnan laks til USA fyri yvir 630 mió. kr., tvs. at fjórðihvør laksur endaði í USA. Av vørum, ið Føroyar útflyta til USA, telur laksurin heili 99 prosent av útflutninginum til USA, tvs. at bara 1% eru aðrar vørur. Í USA fær føroyskur laksur eisini hægri prís enn annar laksur og á matstovum í USA er føroyskur laksur ofta á mátskránni - serliga á sushi matstovum har góðskan skal vera í hásæti. Mentan. Amerikonsk mentan ávirkar allan heimin. Snarføði, sum burgari, hot dogs og kola, umframt fólk úr sjónvarpsraðsendingum og filmum, eru kend úr Berlin til Beijing. Fólk i øllum londum hoyra amerikanskan tónleik, og amerikanskir filmar verða sýndir um allan heim. Henda marknaðarførslan við amerikonskum lívsstíli gevur milliardir og er ógvuliga týdningarmikil fyri búskapin í USA. Nógvar tónleikagreinar, sum eru vældámdar kring heimin, koma upprunaliga úr USA. Serliga suðurstatirnir hava havt nógv við tónleik at gjørt. Tónleikagreinar sum blues, country og rock koma upprunaliga harfrá; jazz- og bluestónleikur eru spottnir úr arbeiðarasangum og andaligum sangum hjá svarta fólkinum. Countrytónleikur tók seg upp sum fólkatónleikur ímillum hvíta, fátæka fólkið í Kentucky og Tennessee. Best dámdu ítróttir í USA eru amerikanskur fótbóltur (NFL), hornabóltur (MLB), kurvabóltur (NBA) og íshockey (NHL). Størsta ítróttarhendingin í USA er Super Bowl, sum er finalan í amerikanskum fótbólti. Síðani boksing varð til eina ítróttargrein, hevur USA altíð verið ein av bestu tjóðunum í boksing. Bæði innan amatør og professionella boksing. Fólkið. Miðallívsævin í landinum er 80,51 ár, og 1 % av fólkinum eru ikki lesifør. Arbeiðsloysið í USA var í januar mánað 2014 6,6 prosent, ið er tað lægsta, tað hevur verið í fimm ár - síðani 2008. Arbeiðsloysið er størst í Rhode Island (9,1 %). Arbeiðsloysið er lægst í North Dakota (1,9 prosent) fylgt av Nebraska (3,6 prosent). Í 2013 vóru skrásett 630 000 heimsleys í USA. Fólkasløg. Fólkið í Sambandsríki Amerika er blandingur av ymsum fólkasløgum. Tey flestu eru eftirkomarar eftir tilflytarar - fólk, sum komu hagar aðrastaðni úr heiminum, til dømis úr Evropa og Ásia. Fleiri fólkasløg við egnum máli og serstakari mentan eru í USA. Málini eru fleiri, til dømis cherokesiskt í Oklahoma, franskt í Louisiana, spanskt í New Mexico og týskt í Pennsylvania. Afroamerikanarar, sum tey svørtu verða nevnd, fáa størri og størri ávirkan í norðuramerikanska samfelagnum. Mangir afroamerikanarar eru ættaðir frá trælum, sum vórðu seldir til USA í 17., 18. og 19. øld. 12 % av fólkinum eru afroamerikanarar. Flestu tilflytararnir, sum búgva í vesturríkjunum, eru úr Meksiko. Teir verða nevndir "hispanics" (latínoamerikanarar) og tala spansk, tí at forfedrar teirra komu úr Spania. Mangir halda enn fast við gamlan sið og egna mentan. Hispanics eru eisini fluttir hagar úr Puerto Riko, El Salvador og Kuba. Tað fólkið, ið talar spanskt, kemur úr Latínamerika: Tey fjølgast skjótt, og somuleiðis afroamerikanarar og ásiatar. Fyri 2042 verða hesi fólk stív helvtin av fólkatalinum. Men sambært blaðnum Los Angeles Times vísa tøl, at tað eru ikki so nógvir latínamerikanar, sum hava hug at fara norður um markið longur. Orsøkin er sambært blaðnum, at arbeiðsloysið er vorðið so stórt í USA, at tað er einki at fara hagar til. Nógvir av teimum ólógligu innflytarunum hava vanliga fingið arbeiði í byggivinnuni ella matstovuvinnuni, men júst í teimum vinnugreinunum er arbeiðsloysið vaksið nógv, skrivar blaðið. Keldurnar hjá Los Angeles Times siga, at tað er ikki bara arbeiðsloysið í USA, sum fær meksikanar og onnur í Meksiko at setast aftur. Ein onnur orsøk er, at vaktarhaldið við markið er styrkt nógv, og harafturat ræðast mong tey illa gitnu rúsevnaharkaliðini, sum ofta gera um seg á marknaleiðini. Upprunafólkið. Enn liva indiánsk fólkasløg í USA. Upprunafólkið í Amerika og fyrsta fólk í tí, sum nú er USA, er nú bara uml. 1,5 % av øllum fólkinum. Síðan evropeararnir komu í 16. øld, hava indiánsku fólkasløgini stríðst fyri lendi sínum. Hóast stóran mótgang hava mong teirra megnað at varðveitt mál sítt og gamlan sið. Nú á døgum er umleið ein fimtingur í friðingarøkjum - land - øki, sum amerikanska tingið hevur latið indiánunum aftur. Býarlív. Nú búgva flestir amerikanarar í býum, men fyri hundrað árum síðan búðu tveir fimtingar av fólkinum á bygd. Enn eru nógvar bygdir og nógvir smáir býir í USA, har færri enn 10 000 fólk búgva. Hesir býir eru mest í landbúnaðarøkinum, og fólk fara hagar til handils, í skúla ella í kirkju. Meira enn 75 % av fólkinum í USA búgva í býum ella býarforstøðum. Tey flestu, ið búgva í forstøðum, hava síni egnu hús og koyra í bili til arbeiðis. Í teimum flestu býunum hevur fólkið ymsan uppruna og er nógv blandað, og fólk, ið hava røtur úr sama landi, búgva ofta saman í býarpørtum, nevndir til dømis Little Italy og Chinatown. Nógvar kirkjur eru í øllum stórbýum. Átrúnaður. "Høvuðsgrein: Átrúnaður í USA" Seks av 10 amerikanarum meina at religión er umráðandi í gerandisdegnum. Kirkjan hevur stóra ávirkan á gerandisdag fólksins. Næstan allir amerikanar eru kristnar. 1 % av teimum hoyra til tað grikskt-ortodoksu kirkjuna, og yvir 23 % eru katolikkar. Tað eru 51,3 prosent protestantar. Í USA eru eisini umleið sjey miljónir muslimar og hvør einasti statur hevur minst eina mosku. Í USA eru statur og kirkja skild sundur. Sambært Katólska Bíbliufelagnum lósu 75 prosent av íbúgvunum í Sambandsríki Amerika í Bíbliuni í 2007. Einans 20 prosent av spaniólum hava gjørt tað sama, meðan 21 prosent av franskmonnum lósu í henni í 2007. Kanningin, ið umfataði 9 lond – USA, Stóra Bretland, Pólland, Týskland, Spania, Frakland, Holland, Russland, og Italia - vísir harafturat, at amerikanarar eisini biðja meira enn íbúgvarnir í hinum londunum. 87 prosent søgdu seg hava biðið í 2007, meðan 47 prosent av franskmonnum bóðu í 2007. Skúlaskapur. USA er kent fyri sínar góðu útbúgvingar. Sum sæst á m.a. stuðulsskipanum, leggur USA stóran dent á, at fólkið útbúgvir seg. Hvørt ríki skipar fyri sínum skúlaskapi, og kommunur ("municipalities") ella einstøk fólk ella feløg eiga nógvar av skúlunum. Tað kann tí vera rættiliga ymiskt, hvussu skúlaskipanin er í teimum ymsu plássunum. Men vanliga eru børnini í barnagarði, frá tí at tey eru 4 til 6 ár, frá 6 til 14 ár í fólkaskúlanum ("elementary school"), og framhildið kann so verða frá 14 til 18 ár í hægri skúla ("junior high school" og "high school") og síðani 18 til 22 ár í "college" og eftir tað á "universiteti". Tey gitnastu av hesum eru Harvard University í Boston, MA og Columbia University í New York City, NY. Politikkur. "Sjá eisini lista yvir forsetarnar í Sambandsríki Amerika og forseti Sambandsríki Amerika." Amerikanskir politikarar taka avgerðir, sum ávirka allan heimin. Hvør statur hevur egið lóggávuvald og senda umboð til Kongressina (á enskum "Congress"), so at øll kunnu verða við at gera av, hvussu landið skal verða stýrt. Kongressin er býtt í tvey: Senatið og Umboðsmannatingið (á enskum "House of Representatives"). Hvør statur velur tveir limir í Senatið, men til Umboðsmannatingið verður valt eftir íbúgvatali. Onkuntíð er ósemja ímillum summir statir og kongressina. Í USA er fólkaræði og talufrælsi. Amerikanskur politikkur er mest tveir flokkar, Republikanski Flokkurin (GOP) og Demokratiski Flokkurin. Hesir báðir flokkar hava allir hugsjónir í landinum, men lokalt stilla uttanveltað ofta upp. Yvirhøvur eru Republikanarar afturhaldssinnaðir og Demokratar tað, sum amerikanarir kalla «liberalir» (vinstrahallir). Liberali vongurin og afturhaldssinnaði vongurin eru polariseraðir. Sjónvarpsrásirnar senda valfundir hjá flokkunum, skipaðar dystir millum valevni umframt lýsingar. Tað er tíðuligt at MSNBC er sera Demokratiskt litað, meðan til dømis Fox News hellur meira til Republikanarnar. Annars eru strandastatirnir í vestri og New England meira Demokratiskir, meðan miðstatirnir og suðurstatirnir stuðla Republikanarnum. Vallutøkan í USA er lág í mun til onnur Vestanlond; valluttøkan hevur verið minkandi síðani valið í 1964, tá 61,9 % av amerikanarum atkvøddu. Vit kunnu á løgtingsvalum fegnast um, at valluttøkan í Føroyum er sera høg. Fleiri enn 90 % av veljarunum velja at luttaka. Í 2012 atkvøddi 58,2 % prosent í USA, meðan tað í 2008 vóru 61,6 % prosent av øllum veljarum, ið fóru á val. Hægsta valluttøka var í Minnesota, har fleiri enn 75 % vóru á vali. Lægst var valluttøkan í Utah, nevniliga 52 %. Hægsta valluttøka í USA var til forsetavalið í 1860 tá 81,2 % greiddu atkvøðu. Stríðið Ímóti Yvirgangi kostar amerikansku skattgjaldarunum nógv. Stjórnarskipan. a>, ið hava verið í USA. Hann bleiv valdur til forseta tann 3. nov. 2020. Valdið í USA kann býtast í tríggjar partar: lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Hetta tríbýtið av valdinum hevði stóra ávirkan á amerikanska grund­lógarsmíðið við James Madison á odda. Hugsanirnar hjá Montesquieu (1689-1755) og John Locke (1632-1704) vóru týdningarmikil íblást­rarkelda hjá amerikansku grundlógarsmiðunum. Amerikanska grundlógin staðfestir í Grein 1 tríbýtið av valdinum: "All legislative Powers herein granted shall be vested in a Congress of the United States, which shall consist of a Senate and House of Representatives". Lóggevandi valdið hevur tí Kongressin við Umboðsmannatingið og Senatið, útinnandi valdið er í hondunum á forsetanum, og dømandi valdið liggur hjá dómstólunum. Harumframt hevur amerikanska stjórnarskipanin eitt íborið vatnrætt valdsbýti millum samveldið og londini. Forsetin er ikki bundin av einum meiriluta í Kongressini. Tí er tað eisini ofta vanligt, at t.d. republikanarar hava meiriluta í Umboðsmannatinginum ella/og í Senatinum, meðan forsetin er demokratur. Lóggevandi valdið, Kongressin, og útinnandi valdið, forsetin, eru beinleiðis vald av fólkinum, tí hava vøldini bæði sjálvstøðugan fólkaræðiligan legitimitet. Í Umboðsmannatinginum sita 435 umboð, og eru hesi deild út á statirnar í mun til fólkatalið í statinum. Valskeiðið í Umboðsmannatinginum er einans 2 ár, og verður alt Umboðsmannatingið endurvalt samstundis. Í Senatinum eru 100 umboð, har hvør av teimum 50 statunum hevur 2 umboð í part. Valskeiðið í Senatinum er 6 ár, men ein triðingur av hesum umboðum standa fyri vali 2. hvørt ár. Stýrismátin í USA er sambandslýðveldi við einum forseta á odda. USA er eitt ríki samansett av fleiri ríkjum sum hvørt hevur ávíst sjálvræði í innanlandsmálum. Í USA ráða ríkini sjálv í sermálum, tey eru til dømis løgregla, sjúkrahúsfyrisiting og vegakervi. Á odda fyri stýrinum í hvørjum ríki stendur ein guvernørur. Statirnir hava heimastýri við egnari stjórn og egnum høvuðsstaði. Fyrr vóru statirnir at kalla sjálvstøðugir, men síðan er meiri vald lagt undir samveldisstjórnina við forsetanum á odda. Felagsmál, sum sambandsstjórnin ræður fyri, eru til dømis uttanríkispolitikkur, verjumál og gjaldoyra. Á odda fyri stjórnini stendur ein forseti, sum verður valdur av øllum fólkinum. Stjórnin heldur til í Washington DC, har forsetin og húski hansara búgva í Hvítu Húsunum. Forsetin er hægsti myndugleiki landsins, og hann verður valdur fjórða hvørt ár. Joe Biden úr Delaware er 46. og núverandi forseti í USA. Hann hevur nógv persónligt vald, til dømis uttanríkisviðurskiftum viðvíkjandi. Í USA verður ikki valt eins og í Føroyum, har fólk atkvøða fyri hvør sínum valevni. Amerikanarar hava tveir kandidatar at velja ímillum: umboðið hjá Demokratiska flokkinum og umboðið hjá Republikanska flokkinum. Í USA verður ikki talað um einkultatkvøður, men heldur um samlaðu atkvøðurnar hjá hvørjum stati. Hvør statur hevur nevniliga eitt ávíst tal av valmonnum (á enskum "'Electoral college'"), alt eftir hvussu nógvir íbúgvar eru í statinum – jú fleiri íbúgvar, jú fleiri valmenn. Tan lítli staturin, Vermont, har 626 000 fólk búgva, hevur til dømis bara 3 valmenn, meðan tann fólkaríkasta staturin, Kalifornia, hevur 55. Og gandatalið fyri at vinna valið er 270 atkvøður av teimum samlaðu 538. Klárar annað av valevnunum at koma uppá hetta talið, so er valið avgjørt. Tá so funnið er fram til, hvønn meirilutin í statinum atkvøðir fyri, hava hesir valmenninir skyldu til at atkvøða fyri tí valevninum á valdegnum. Hetta kann kallast fleirtalsval. Tað vil altso siga, at í øllum statum verða atkvøðurnar taldar saman, og tað forsetavaldømið, sum hevur fingið flest valmenn, vinnur so allar valmenninar í tí statinum. Um eitt forsetavalevni altso fær meirilutan (t.d. 50,1 %) av teimum 55 valmonnunum í Kalifornia, so vinnur hann allar tær 55 atkvøðurnar. Í USA hevur verið forsetaval sum t.d. í 2000, George W. Bush (R) vann (271 valmonnum, 47,9 % atkvøðum), meðan Al Gore (D) fekk samanlagt fleiri atkvøður enn Bush (266 valmonnum, 48,4 % atkvøðum). Íalt eru 538 valmenn, so 270 skulu til fyri at vinna. Fongsul. Ein av hvørjum hundrað sita fongslaði í USA í 2008. Talið á fangum er 1,6 milliónir fólk. Umframt hetta sita 723 000 í smærri brummum kring landið. Hetta er hægsta talið nakrantíð í USA og tað hægsta í heiminum. Merkisverdur er eisini stóri munurin millum samfelagsbólkar. Av latínamerikanarum situr 1 av 36 inni, meðan talið fyri afroamerikanarar er 1 av 15. Verður so hugt at aldursbólkum, so er talið fyri afroamerikanarar millum 20 og 34 ár 1 av 9. Deyðadómur. Í USA er deyðadómur; USA er einasta landi á amerikanska meginlandinum, ið hevur avrættað sínar borgarar síðani 2003. Í 1972 varð deyðarevsing forbjóðað í øllum USA eftir at Hægstrirættur hevði staðfest, at hon stríddi ímóti stýrisskipanini. Men eftir eina nýggja hægstarættaravgerð varð revsingin aftur loyvd í 1976. Síðan tá eru 1303 fólk avrættað í USA - av teimum umleið triðingurin í Texas. Texas er tann lutstaturin í USA, har flest deyðadømd verða tikin av døgum. Tær 53 avrættingarnar, ið vórðu framdar í 2006 í USA, eru lægsta talið av avrættingum síðani mitt í 1990-unum. Tveir triðingar av amerikanska fólkinum halda, at tað er rætt at hava deyðarevsing, og meiri enn annar hvør amerikanari heldur, at ov fá verða dømd til deyða. Í einari meiningakanning hjá Gallup í 2006 siga 65 prosent, at tey eru fyri deyðarevsing, og 31 prosent halda, at uppaftur fleiri skuldu fingið deyðadóm. Tað eru serliga republikanskir veljarar, sum eru fyri deyðarevsing. 81 prosent av teimum republikonsku veljarunum styðja deyðarevsing, meðan 49 prosent av teimum demokratisku veljarunum hava somu hugsan. Maryland avtók deyðarevsing í 2013, og sostatt eru nú 18 amerikanskir statir, har deyðarevsing ikki er ein møguleiki. Roknað verður við, at 3 aðrir statir – New Hampshire, Delaware, og Colorado – komandi ár fara at taka deyðarevsingina upp til politiska viðgerð og møguliga avtaka hana. Seinastu seks árini hava seks statir – ein um árið – avtikið deyðarevsingina, sum nú er galdandi í 32 av teimum 50 amerikansku statunum. Í 2013 vórðu 80 fólk deyðadømd í USA, og hóast tað er eitt vet fleiri enn í 2012, er tað væl færri enn miðskeiðis í 1990-unum, tá tað var vanligt, at fleiri enn 300 fólk vórðu dømd til deyðan um árið. Samkynd. Harðskapur orsakað av kynsligu orienteringini hjá offrinum verður bólkaður sum hatursbrotsverk í USA, og fer at hava við sær herda revsing. Hetta er úrslit av einari søguligari nýggjari lóg, sum Senatið hóast stóru mótstøðu fekk góðkent í 2010. Uppskotið kom fyri Senatið, eftir at 237 demokratar og 44 republikanarar í Kongressini høvdu stuðla uppskotinum; 131 republikanarar og 15 demokratar vóru ímóti. Við nýggju lógini verður skilmarkingin av "hatursbrotsverki" frá 1960unum, sum higartil hevur umfatað rasu, húðalit, religión og uppruna, víðkað við kynsligari orientering, kyn, kynssamleika og brek. Felagskapir fyri borgararættindir hava stríðst fyri hesari víðkan í nógv ár, og hava minni víðgongd uppskot áður verið feld í Kongressini. Afturhaldsinnaðir bólkar hava tó protestera móti lógini, sum teir meta, er brot á talifrælsi, og vilja hesir bólkar vera við, at hendan lógin er bert eitt stig á leiðini fyri fleiri rættindum til samkynd. Lógin er uppkallað eftir tveimum offrum fyri hatursbrotsverk: Matthew Shephard, ein 21 ára gamal samkyndur lesandi, sum í 1998 bleiv dripin í Wyoming, og James Byrd, ein littur maður, sum doyði í Texas í 1998, eftir at tríggir hvítir menn høvdu bundið eina ketu um bein hansara og drigið hann eftir teirra pickupbili fleiri kilometrar. Við nýggju lógini verður eisini meir almennur peningur fluttur til lokalar myndugleikar, soleiðis at teir kunna granska hatursbrotsverk, meðan landsmyndugleikarnir fáa møguleika at blanda seg, um teir ikki halda, at lokala løgreglan ger nokk við at basa haturbrotsverkum. Amerikanski hægstirætturin hevur avgjørt í juni 2015, at samkynd sleppa at giftast í øllum 50 statunum. Av teimum níggju hægstarættardómarunum í Amerika atkvøddu fimm fyri og fýra ímóti eini boyting av hjúnabandslógini. Áðrenn vóru homohjúnabond bert loyvd í 36 statum. "Avgerðin um homo-hjúnabond er eitt stórt stig móti javnrættindum", skrivar amerikanski forsetin, Barack Obama, á Twitter. Í juni mánaða 2013 avgjørdi amerikanski hægstirættur, at ein ikki kann definera hjúnabandið sum bara verandi ímillum mann og kvinnu. Hetta viðførdi, at samkynd kundu fáa somu rættindi sum hinkynd. Tó var tað upp til hvønn einstakan stat, um hjúnaband millum samkynd var lógligt. Men í 2015 er avgjørt, at øll samkynd sleppa at giftast. Í USA hava samkynd loyvi at ættleiða í Hawaii, Connecticut, Minnesota, Indiana, Oregon, Florida, Arkansas, Iowa, Illinois, Vermont, New Hampshire, Rhode Island, Maine, Kolorado, Nevada, Kalifornia, Massachusetts, Delaware, New Jersey, New Mexico, New York, Ohio, Washington, Wisconsin, Maryland, Washington DC, Guam, Pennsylvania, og ein samkyndur partnari kann ættleiða børnini hjá hinum partnaranum í Montana og Idaho. Heilsuskipanin. Heilsuskipanin, sum varð samtykt 21. mars í 2010, er størsta og umfatandi heilsuskipan í USA síðani Lyndon B. Johnson í 1965 fekk sínar heilsuskipanir ígjøgnum. Síðani hava fleiri forsetar roynt at endurnýggja skipanina, uttan at tað hevur eydnast. Heilsuskipanin var eitt størstu vallyftunum hjá Obama í valstríðnum upp undir forsetavalið í 2008. Nýggja heilsuskipanin hevur við sær, at allir amerikanskir borgarar fyri fyrstu ferð í søgu landsins nú hava eina almenna sjúkratrygging. Higartil hava okkurt um 32 milliónir amerikanarar ikki verið umfataðir av sjúkratrygging. "Hetta er ein stórur sigur fyri alt tað amerikanska fólkið", segði Barack Obama, forseti, í røðu sínari, tá Umboðsmannatingið í mars 2010 samtykti heiluskipanina við 219 atkvøðum fyri og 212 ímóti. Landsverja. USA er hernaðarliga sterkasta ríkið í heiminum. Amerikanska verjan telur 1,4 miljónir fólk í virknari tænastu, og haraftrat fleiri hundrað túsund í Tjóðargarduni og í trygdarherinum. USA hevur heimins bestu verju, og landið er heimins einasta risaveldi. Amerikanska verjan eigur meir enn 700 støðir runt um í heiminum og virka kring heimin. Annars eigur landið ellivu hangarskip í nýtslu og ein stóran flota við strategiskum kavbátum, eitt, sum ger verjuna sera fleksibla. Í 1949 var USA við til at stovna NATO. Aftrat londunum í NATO eru trý onnur lond, ið eru sameind við USA, umráðandi hjá USA: Ísrael, Japan og Avstralia. Av NATO-londunum hevur Stóra Bretland inniligasta samband við USA, og londini samstarva væl á verjuøkinum. 20.000 kvinnur eru í amerikanska herinum, og tað er umleið 15 % av samlaða talinum. Síðan 20. september 2001, tá Kríggið Móti Yvirgangi brast á, hava 41.000 kvinnur verið við herinum í Afghanistan og í Irak. Meðalaldurin er 23 ár og flestallar eru giftar og eiga børn. Fyri ikki at tær skulu koma sær í óneyðugan vanda, skulu tær sambært amerikanskari lóg ikki sendast til hermóti ella arbeiða í servandum deildum, men í dag er tað ein stórur spurningur, hvar hermótið í grundini er. Í mars í 2016 gav fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, kvinnum atgongd at røkja øll størv og embæti innan amerikanska herin. Í 2011 førir USA heimsumfatandi Kríggið Móti Yvirgangi, serliga í Afghanistan og Irak. Hesi átta árini, USA hevur havt herfólk í Irak, hava 4 432 latið lív. Álopið á World Trade Center í New York í 2001 og Kríggið Móti Yvirgangi hevur havt við sær eina nýggja trygdarstrategi, sum sigur, at USA skal vera størsta hernaðarveldið í heiminum, og ein og hvør sum kemur í nánd av USA á hesum økinum, verður mettur at vera fíggindi. Osama bin Laden. Osama bin Laden ella Osama bin Muhammad bin 'Awad bin Laden, sum hansara fulla navn er, (f. 10. mars í 1957 í Jeddah, Saudi-Arábia - d. 3. mai 2011 í Abbottabad, Pakistan) er fyrrverandi leiðaranum fyri Al-Qaeda. Sum mastermind í Al-Qaeda bleiv hann heimsins mest jakstraði maður eftir yvirgangsálopið á USA 11. september í 2001. Síðani 11. september í 2001 hevur bin Laden verið mest jagstraði maðurin í heim­i­num. Hann er lagdur undir at standa aftan fyri at­sókn­irnar móti World Trade Center í New York, tá ið umleið 3.000 fólk doyðu. Hann luttók ikki sjálvur í álopinum, men hann verð­ur sagdur at vera ideo­log­ur­in og fyriskiparin aftan fyri álopið. Undan atsóknini í New York stóð bin Laden eisini aftan fyri álopið á eitt ameri­kanskt herskip útfyri Jemen, og seinni hevur hann og Al-Qaeda staðið aft­an fyri bumbuatsóknir í Madrid og London. Osama bin Laden læt lív 2. mai 2011 í skotbardaga við amerikanskar hermenn í Pakistan. Deyði hansara. a>. Atsóknirnar kravdu umleið 3000 mannalív. Amerikanski herurin hevur leitað eftir Osama Bin Laden líka síðan yvirgangsatsókn ímóti World Trade Center í New York og Pentagon í Washington DC í USA 11. september 2001. Amerikanski forsetin, Barack Obama, bar sjálvur tíðindini fram um, at mest eftirlýsti yvirgangsmaðurin í okk­ara tíð, Osama bin Laden, er dripin. Í einari beinleiðis sjón­varps­røðu tíðliga 3. mai 2011 okkara tíð boðaði ameri­kan­ski forsetin frá, at tað hevur eydnast ameri­kansk­um herdeildum at taka lív­ið av bin Laden. Hann var funnin og dripin í einari bygd, 150 kilometrar norð­an fyri pakistanska høv­uðs­stað­in, Islamabad. Amerikanski forsetin viss­aði amerikansku borg­ar­arnar um, at tað veruliga er Osama bin Laden, sum amerikansku serdeildirnar hava tikið lívið av. Hann segði, at amerikanarar høvdu líkið av manninum, og at DNA-royndir eru gjørd­ar, sum prógva, at tal­an er um heimskenda terror­­istin. Tað frættist frá ameri­kan­sk­um keldum, at bin Laden helt til í einum stór­um húsum í einum væl­hav­arabýlingi í Pakistan. Sjálvt álopið, sum Navy Seals-deildirnar stóðu fyri, vardi í 40 minuttir. Eingin amerikanskur hermaður varð skaddur í skotbardaganum. Bin Laden og hansara fólk gjørdu mótstøðu, og seinni hev­ur tað víst seg, at ein av syn­um bin Laden, ein trygd­ar­vørður og ein kvinna eisini doyðu undir álopi­num. Keldur í Pakistan hava vátt­að, at amerikanskar deild­ir gjørdu álop á húsini har bin Laden helt til. Hvussu nógv Pakistan hev­ur verið uppi í atsóknini vita eygleiðarar ikki, men ameri­kan­arar hava hildið, at pakistanska fregnartæn­ast­an á ein ella annan hátt hev­ur latið upplýsingar far­ið víðari til Al-Qaeda. Tá ið bin Laden var skotin, tóku amerikansku ser­deild­ir­nar líkið av honum. Eftir hvat amerikanskar keldur siga, so bjóðaðu ameri­kan­ar­ar Saudi-Arabia líkið. Tað vildi Saudi-Arabia ikki hava, og tí er bin Laden griv­in til havs. Vesturlendskir stjórn­ar­leið­arar eru fegnir um hend­ing­ina, meðan ein tals­maður fyri Al-Qaeda sig­ur, at hetta onga ávirkan hev­ur á teirra virksemi. Al-Qaeda fer at halda fram við sín­um virksemi, segði tals­mað­ur­in. Frøi. a> leiðaran. So skjótt tað frættist, at amerikanskir hermenn høvdu gjørt av við Osama bin Laden, savnaðust fólk uttan fyri Hvítu Húsini í Washington DC og á Times Square í New York City. Fólk gingu við amerikanska flagginum og stórum skeltum og sungu tjóðsangin. Fleiri ríkis- og stjórnarleiðarar fegnast eisini um, at bin Laden er deyður. Fyrrverandi amerikanski forsetin George W. Bush (R) sigur, at tað, sum er hent í Pakistan, er ein stórur sigur fyri USA. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at deyði bin Ladens hevur stóran týdning fyri trygdina í heiminum. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, sigur, at tað er ein stórur lætti fyri heimin, at Osama bin Laden er deyður. Danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, sigur, at at tað hevur stóran týdning fyri bardagan ímóti yvirgangi, at leiðarin í Al-Qaeda er deyður, men hon leggur tó afturat, at bardagin heldur fram. Harðskapi. USA ávarar allar sínar ríkisborgarar um møgulig hevndarálop eftir at Osama bin Laden er tikin av døgum. Amerikanska uttanríkisráðið heitir á fólk um at vera varin, um tey ferðast uttan fyri USA. Eftir at Osama bin Laden er tikin av døgum, er ein ávísur vandi fyri anti-amerikanskum harðskapi, sigur amerikanska uttanríkisráðið. Amerikanskir ríkisborgarar, sum eru í londum, har tað er vandi fyri, at fólk fara at gera seg inn á amerikanarar, verða bidnir um at halda seg innandura, og at halda seg burtur frá mótmælisgongum. Amerikansku sendistovurnar kring heimin kenna seg eisini hóttar, og hava tí sett serlig trygdartiltøk í verk. Malta. Malta er eitt land í Suðurevropa. Malta er tríggjar oyggjar: Malta, Gozo og Comino; Malta er á stødd við Streymoynna, men tað búgva 400.000 fólk á Malta, so har er ógvuliga tættbygt. Høvuðsstaðurin, sum eisini er mentanarligi og umsitingarligi miðdepilin, eitur Valetta. Aðrir stórir býir er Birkirkara, Qormi og Sliema. Almennu málini eru tvey í tali, maltiskt og enskt. Uml. 1 mió. ferðafólk vitja árliga. Millum tey kendu, ið hava verið á Malta, er Paulus ápostul. Søga. Av tí at Malta liggur soleiðis fyri, at nógv skipaferðsla á miðjarðarhavi er har í nánd, hava ymisk fremmand ríki rátt har í øldir. Men 21. september 1964 fær Malta sjálvstýri frá Stóra Bretland. Tað, at tir hava staðið so leingi undir øðrum, er kanska atvøld til, at maltesar eru so tjóðskaparsinnað fólk. Flestu fólk eru katolikkar og tala sítt egna mál. Malta er tvær meginoyggjar, Malta og Gozo, og lítla oyggin Comino. Landafrøði. Í Miðjarðarhavi, 90 km sunnan fyri Sisiliu og 290 km eystan fyri Tunesia, liggur lítla oyggjalandið Malta. Oyggjarnar eru 320 ferkilometrar stórar til samans, og sjálv Malta er 246 ferkilometrar - t.e. eitt sindur minni enn Eysturoyggin. Góð 419.000 fólk búðu í 2007 í oyggjunum, av teimum búðu um 360.000 á sjálvari Malta. Búskapur. Ferðavinna hevur stóran týdning í Malta. Mest er tað heita veðrið, strendurnar og víkurnar, sum draga fólk higar. Eitt annað, ferðafólk koma at síggja, eru vøkru bygningarnir, sum vórðu reistir, meðan rómverjar og seinni býsantinar ráddu í Malta. Seinni er byggilistin eisini ávirkað av italskari og bretskari byggilist. Jørðin er kørg, og landbúnaðurin gevur lítið av sær. Malta hevur at kalla einki náttúruríkidømi at byggja búskap sín á. Hóast hetta er Malta sjálvforsýnandi við fleiri landbúnaðarvørum. Seinastu árini hevur ymiskur smáídnaður, t.d klædnaídnaður, vundið nógv upp á seg. Kynsleyst hjúnalag. Mánadagin 14. apríl 2014 samtykti maltesiska parlamentið eina nýggja lóg sum javnstillar samkynd parlag við hjúnabandið. Samkynd pør fáa eisini rættin at ættleiða. Lógin var móttikin við miklum fagnaði frá fleiri túsund fólkum á einum torgi uttanfyri høvuðsstaðin Valletta. Sambært Reuters var forsætisráðharrin Joseph Muscat serdeilis vælnøgdur við nýggju lógina: Malta er nú meira liberalt og meira europeiskt, og vit hava javnsett allar íbúgvarnar, segði hann. Gambia. Tjóðveldið Gambia (enskt Republic of the Gambia) er eitt lítið land í Vesturafrika. Eitt av teimum minstu. Banjul er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er Serrekunda. Gambia hevur mark við bara Senegal. Málið er enskt, mandinka, wolof og fula. Landið liggur á vesturstrondini í Afrika og er (við sínum uml. 1,7 mió. íbúgvum) millum heimsins fátækastu lond. BTÚ pr. innbúgva er 290 USD, og landið hoyrir harvið til tey menningarlond, ið hava minstu menning, minstu inntøku og støðugt mattrot. Meginparturin av fólkinum er muslimar. Landbúnaður. Flestu fólk liva av landbúnaði; týdningarmesta grøðin eru jarðnøtir. Konufólk hava týðandi leiklut í landbúnaðinum, tí teirra arbeiði er at dyrka rís. Men nú er nógv ríslendi tætt við strondina vorðið oyðilagt, tí at ov nógv salt er í jørðini. Nógv konufólk eru tí nú farin at dyrka grønmeti, sum tey selja á torginum í bygdini. Ferðavinna. Ferðavinna er tann vinna í Gambia, sum veksur skjótast. Hóast landið er lítið dregur tað nógv ferðandi á hvørjum ári. Hetta kemst helst av, at veðurlagið í Gambia er serstakliga lokkandi, har eru strendur so langt eygað røkkur. Alt fleiri norðurevropearar fara køldu vetrarmánaðirnar suður á vøkru, lýggju strendurnar at ferðast, men mong fara eisini inn í landið at síggja t.d. krokodillur, apur og fuglameingið í Gambiaá. Flestu ferðafólkini eru úr Bretlandi, tí at Gambia er gamalt bretskt hjáland, og mangir gambiar duga enskt. Men summi kvíða fyri, at tekur ferðavinnan yvirhond, fer hon at beina fyri eyðkenda, sorgleysa lívshugburðinum hjá fólkinum í Gambia. Landafrøði. Lítla strandalandið Gambia er smalur geiri ella smalur kíli langt inn í Senegal. Har landið er breiðast, er tað ikki meiri enn 80 km. norður og suður. Átrúnaður. Sum í Senegal búgva mong fólkasløg her, og islam er størsti átrúnaður. Tað eru umleið 9 prosent kristin í Gambia. Letidýr. Eitt letidýr (frøðiheiti - "Folivora") er eitt súgdjór av Bradypodidae-ættini sum livur í Suðuramerika og hongur í trøum. Tey hava sterkan, bugað an nagl á tónum og fingrunum; tí kunnu tey hvørki standa ella ganga. Tey flyta seg ógvuliga seint í trøunum; eina ferð um vikuna fara tey niður úr trøunum at hjálpa sær sjálvum: umleið ein tíma hava tey um ferðina. Haraftrat vaksa algur á feldinum, so hann tykist grønur. Leitidýrini eru tey súgdýrini, sum sova mest. Tey durva einar 15-18 tímar hvønn dag. Sápmi. Sápmi "(sámiskt: Sápmi, Sámieatnan)" er sámiska heitið fyri Sámaland, sum er ein partur av Noregi, Svøríki, Finnlandi og Russlandi. Sámarnir hava búð í Sápmi í túsundtals ár, og teir hava leingi einki stórvegis samband havt við umheimin. Sámarnir hava egið mál og serstaka mentan og royna at vinna sær størri sjálvræði í landøki sínum. Sámarnir hava eisini sítt flagg, sjálvt um teir, landafrøðiligt, eru borgarar í fleiri ymiskum londum. Sámiska flaggið hevur fleiri litir og eins og tað grønlendska, ein sirkul ella ein ring. Hjá mongum sámum er reinsdjórahald enn høvuðsvinna, men gongdin er, at teir meir og meir liva sum øll hini fólkini í hesum londum. Søga. Í 18. øld royndi danska-norska ríkið at fáa betri eftirlit við sámunum. Roynt varð at fáa teir at taka við kristnari trúgv. Sámarnir hava ongantíð sjálvir átt kong ella høvding. Teir flestu hava upp ígjøgnum tíðirnar livað av reinsdjóraveiði, fiskiskapi og landbúnaði. Ein partur flytur úr einum staði í annan. Teir fara við reinsdjórafylgjunum, sum á sumri halda til í fjøllum og á graslendi, og um veturin leita inn í skógin ella oman at strondini. Norski presturin Thomas von Westen (13. september 1682 - 9. apríl 1727) fór við loyvi frá stjórnini í Keypmannahavn at boða kristindómin fyri sámunum. Hann var strangur ímóti teimum, sum ikki vildu taka við kristnari trúgv. Fleiri túsund rúnatrummur vórðu brendar, og tey, sum ikki vildu sleppa gomlu trúnni, vórðu dømd til deyða. Thomasi von Westen dámdi ikki, at konufólk og mannfólk høvdu sama rætt at taka samfelagsligar avgerðir. Men hann lærdi seg sámiska málið, tí hann helt tað vera rímiligt, at kristindómurin varð boðaður teimum á teirra egna máli. Í 18. øld tóku fleiri og fleiri sámar við kristnari trúgv bæði í Noregi, Svøríki og Finnlandi. Í 1751 fingu Danmørk, Noreg, Svøríki og Finnland sett fast mark norðanfyri. Sámaland varð býtt eftir landamørkunum. Men henda samtykt galt ikki teir sámar, sum fluttu úr einum staði í annan. Teir sluppu um mørkini við reinsdjórum sínum, og fingu veiði- og fiskirættindi har, teir komu. Teir sluppu eisini undan hertænastu. Men seinast í 18. øld var nýggjur vandi á ferð. Av vatnflóð, felli og ov stórum fólkavøkstri fluttu bøndur í hundraðtali úr Eysturdali og Gudbrandsdali til Norðurlandið, Troms og Finnmørkina. Myndugleikarnir eggjaðu fólki at flyta. Tørvur var á bóndum norðanfyri. Niðursetufólkið fekk fastan bústað og eisini ognarætt til jørðina. Hetta kom sámunum dátt við. Teir vórðu riknir burtur og mistu bæði fiskirættindi og veiðirættindi. Meira enn so, at niðursetufólkini tóku burtur av reinsdjórafylgjunum og góvu sámum einki afturfyri. Hvør? Sámiska búøkið, Sápmi, røkkur frá eysturstrondini á Kolahálvoynni í (Russlandi), um alt Norðurnoreg, inn í Norðurfinnland og Norðursvøríki suður til Jämtlands og Idre. Tað eru um leið 60 000 sámar í Sápmi. Av teimum búgva umleið 35–40.000 í Noregi, 6000 í Finnlandi, 15–20.000 í Svøríki og 2000 í Russlandi. Tølini eru tó óneyv og byggja á metingar. Til eru kanningar, sum benda á, at talið er lágt sett, og at nógv fleiri hava røtur í sámiska fólkinum, men mong vita tað kanska ikki ella vilja ikki kennast við tað. Samiskt mál. Sámiska málið verður vanliga býtt í trý máløki: eystursámiskt, miðsámiskt og suðursámiskt. Mett verður, at harumframt eru um leið 20 000 sámar, sum duga nakað av sámiskum. Kanska eini 85–90 % av øllum, ið tala sámiskt, tala norðursámiskt. Tað eru orð í sámiskum, sum tað ber til at fylgja fleiri enn 6000 ár aftur í tíðina, t.d. njuolla (pílur), juoksa (bogi), suotna (sina), guolli (fiskur), njoammil (hara) - Dømini eru á norðursámiskum. Joyk. Vit føroyingar siga ikki, at vit syngja, tá vit kvøða. Sámar siga ikki, at teir syngja, tá teir joyka. Tá ein sámi joykar, verður hann tað, hann joykar, og ger sjálvur bæði ljóð og orð. Joykið kann vera eitt ávíst dýr, fólk ella landslag, og við sínum serligu ljóðum og fáum orðum joykar hann tað, sum hann hevur at bera fram. Bókmentir og tónleikur. Sjálvt um tann fyrsta bókin varð prentað á sámiskum í 1619, so leið heilt út í 1900-talið, áðrenn sámiskir rithøvundar fóru at skriva á sámiskum. Í Noregi skrivaði Anders Larsen skaldsøguna Beaivvi Álgu (Sólarrenningin), sum varð givin út í 1912. Í Finnlandi kom yrkinga- og stuttsøgusavn Peter Jalvits Muohtačalmmit (Kavaflykrur) út í 1915. Upp aftur størri týdning hevði bók Jóhan Turkis Muitalus Sámiid Birra (Søgan Um Sámarnar), sum varð givin út á fyrsta sinni í 1910. Nevndu bøkur eru allar givnar út av nýggjum og verða nýttar eitt nú í undirvísing á fróðskaparsetrum. Søgn úr Sámalandi. Einaferð var tað ein sámi, sum gekk einsamallur úti á heiðini. Tá fingu nakrir tsjudar eyga á hann og hildu eftir honum. Maðurin, neyðardýrið, visti sær eingi onnur ráð enn at renna undan. Hann helt til beins og slapp sær til rýmingar. Hann rann og rann, men hvagar skuldi hann fara? Í tí hann leyp upp um ein heygg, fekk hann eyga á eina holu. Maðurin var kvikur og kreyp sær inn í holuna. Ein eiturkoppur sat uttan fyri holuna, og tá maðurin var kropin innum, spann hann eitt lokkanet fyri allan holumunnan. Tsjudarnir undraðust á, hvar maðurin kundi hava fjalt seg. Teir leitaðu og leitaðu. Ein teirra kom fram við holuni, men tá hann sá lokkanetið, fór hann framvið og vendi aftur til hinar tsjudarnar. - Gamlir sámar hava enn ta trúgv, at tú ikki skalt drepa ein eiturkopp, tí hann hevur bjargað mannalívi. Faðir vár á sámiskum. Šaddos du dáhtu, mo almmis nu maiddái eatnama alde. Atte midjiide odne min beaivválaš láibámet. Ja atte midjiide min suttuideamet ándagassii nu go maiddái mii ándagassii addit min velggolaččaidasamet; ja ale doalvvo min geahččalusa sisa, Dasgo du lea riika ja fápmu ja gudni agálasvuhtii! Sámisk mál. Sámiskt (sámiskt: "Sámegielat") er ein málætt, ið tosaði í Sámalandi. Sámisku málini verður vanliga býtt í tey máløki: eystursámiskt og vestursámiskt. Sámisku málini er í ætt við ungarskt, finskt og estiskt. Norðursámiskt er tað vanligasta av teimum níggju staðbundnu málunum. Eini 85–90 % av øllum, ið tala sámiskt, tala norðursámiskt. Norðursámiskt er ein partur av miðsámiskum. Staðbundnu málini og onnur mentanareyðkenni eru íkomin eftir ferðingarleiðunum hjá reindjórunum heldur enn av landamørkum. Av heimsins 60.000 sámar duga umleið 20-30.000 sámar eitt av sámisku málunum. Tilsipingar. * Texas. Texas er stakríki í USA við nærum 29 miljónum innbúgvum. Norðureftir liggur Texas móti Oklahoma, í landnyrðingi móti Arkansas, eystri móti Louisiana og vestri móti New Mexico. Texas er næststørsta stakríkið, bæði landafrøðiliga (næst eftir Alaska) og við innbúgvum (næst eftir Kalifornia). Texas er størri enn Týskland, Ongland, Írland, Holland og Belgia – tilsamans. Austin er høvuðsstaður. Lutstaturin var fyrr partur av Meksiko, og í eitt tíðarskeið á næstan 10 ár sjálvstøðugt land "(Lýðveldið Texas)", áðrenn Texas í 1845 fór uppí USA. Texas eru best kend fyri cowboylívið og stórar neytagarðar, men har er eisini besta kornlendið í USA og nógv stór oljureinsiverk. Her eru høg fjøll og fruktagóðar fløtur. Texas er tann staturin í USA, har flest deyðadømd verða tikin av døgum. Landalæra. Veðurlagið í Texas skiftir við árstíðunum - kalt um veturin og brennandi heitt um summarið, og har eru javnan melduródnir og heglingsstormar. Inni í Texas er turt, og har eru ógvuliga stórir neytagarðar. Suðuri við strondina og nakað norður regnar, og har dyrka teir heviti, mais, bummull og rís. Suður móti Meksiko er steikjandi heitt, og har eru stór strekki, ið liggja sum oyðimerkur. Í Texas eru 254 fylki (landslutir), sum er fleiri enn í nøkrum øðrum lutstat í Sambandsríki Amerika. Søga. a> (2. mars 1793 – 26. juli 1863). a> (29. mai 1917 – 22. november 1963). Apache er felagsheiti á fleiri mentanarliga skyldum indianarafólkum, sum eru tey upprunaligu fólkini í Vestur-Texas. Orðið "apache" merkir krígsmaður og kemur úr yuman: apa (maður), awha (krígsmaður, bardagi, handbrá), og tche, ið formar orðasambindingina. Fólkasløgini, ið livdu í hesum turra landinum, vóru upprunaliga veiðufólk, og helst vóru tey áðrenn tað savnarar og lægri veiðumenn og hava livað spjatt í heilt smáum flokkum. Tey fyrstu lipan-apache fólkini í vestara Texas vóru nomadar, summir fóru so langt suður sum til Meksiko. Tey veiddu mest bison, men høvdu harafturat eitt avmarkað jarðarbrúk. Tann fyrsta skrásetingin við navninum apache er frá 1581, frá Espejo-rannsóknarferðini, tá ið teir róptu ættbólkarnar "apachi". Sambært Cortez, ið skrivaði um apachararnar í 1799, umrøddu og roknaðu spaniólar hesar ættbólkar sum apacharar. Í øldir vóru apacharar øgiligir krígsmenn, ið vóru lagaðir eftir lívinum á oyðimørkini, og sum lupu á teir, ið trokaðu seg inn á teirra øki. Teir fyrstu, ið komu inn í apachelandið í Texas, vóru spaniólar seinast í 1500-talinum. Texas var einaferð spanskt hjáland. Tá ið Meksiko tók loysing frá Spania 1821, var Texas partur av Meksiko. Næstu 15 árini fluttu fleiri enn 25.000 norðuramerikanarar til Texas. Meksiko var ímóti trælahaldi. Tað dámdi fólkinum í Texas lítið, tí at tey búðu í útryðjuni í bummullarríkjinum og søgdu seg hava brúk fyri trælaarbeiði. Í 1835 gjørdu tey uppreistur ímóti hernaðareinaræðisharranum Antonio de Santa Anna (1974-1876) og skipaðu fyribilsstjórn. Tey settu Sam Houston (1793-1863) at ráða og tóku býin San Antonio í Texas. Í februar 1836 gjørdi meksikansk herdeild við Santa Anna innrás í Texas fyri at knúsa uppreisturin. Meksikanararnir kringsettu Alamo, sum fell 13 dagar seinni. Allir tveyhundrað hermenninir, sum høvdu vart skansan, vóru drepnir. Teir mánaðir máttu Santa Anna og herur hansara flýggja í bardagnum við San Jacinto. Texas varð lýst lýðveldi, og Sam Houston kosin forseti. Í 1845 bað Texas um at verða limað inn í USA. Tað varð atvold til kríggj ímillum Meksiko og USA í 1846-1848. Meksiko tapti. Í 1870- og 1880’unum vórðu indianararnir riknir út við makt, og jarnbreytin útbygd og slóðaði ræsur fyri búreisingarnar. Neytahaldið varð meir og føddi mýtuna um Texas sum tað veruliga "villa vestið". Fyrst í 1900-talinum fekk oljan stóran týdning fyri Texas, og býirnir Houston og Dallas vórðu roknaðir sum tveir teir ríkastu býirnir í heiminum. Nú er Texas næst Alaska at vinna út olju. Magnesium, jarn og uran verður eisini vunnið í Texas. Forsetin í USA, John F. Kennedy, varð tann 22. novembur 1963 skotin og doyði í Dallas, Texas. Høgi oljuprísurin í 1970-árunum elvdi til búskaparligan vøkstur í Texas. Lýggja veðurlagið og dreymurin um betri kor freistaði eisini fólk at fara vestureftir og í ein útsynning. Bílig arbeiðsmegi úr Meksiko gjørdi eisini sítt til, at fólk fóru tann vegin. Fyrrverandi amerikanski forsetin George W. Bush var guvernørur í Texas í árunum 1994-2000. Politikkur. Umframt at Texas er ein republikansk háborg, so hevur Texas 38 sokallaðar "electoral college" atkvøður, ið er næst hægsta í Amerika. Forsetavalið er sett saman á tann hátt, at veljarin velur eitt umboð, í síðani velur forseta. Tað valevnið, ið fær flest umboðsatkvøður í einum stati, fær síðani allar umboðsatkvøðurnar - í hesum føri 38. Texas er sostatt ein týdningarmikil statur. Demokratar hava staðið seg rímiliga væl ymsastaðni í Texas fyrr. Barack Obama forseti vann eisini fýra størstu býirnar í Texas umframt flestu kommunurnar á markinum móti Meksiko í 2012. Men hóast hetta vann Mitt Romney lættliga statin við heili 57% av atkvøðunum. Donald Trump vann forsetavalið í 2016 við 52.23% prosentum av atkvøðunum í Texas. Í dag er Texas næststørsti statur í USA (bara Alaska er størri), og ofta eru royndir gjørdar at býta Texas upp í fleiri smærri statir. Ein av hesum var í mars mánaði 1845, tá amerikanska kongressin vildi býta Texas upp í fýra smærri statir. Tvey ár seinni var uppskot frammi um at skipa Texas í tveir partar - East Texas, sum var fyri trælahaldi, og West Texas, sum var ímóti. Men tá ein av fremstu forsprákarunum doyði, doyði uppskotið eisini. Í 1850 vóru røddir frammi um at skipa statin Jacinto í Texas, men ætlanin fekk lítla og onga undirtøku í kongressini, og heldur ikki í 1852 bleiv enn ein ætlan um at skipa Texas í vestur og eystur veruleika. Onnur uppskot í 1868-69, 1870 og í 1871 um at býta Texas sundur vunnu heldur ikki frama. Í 1914 varð uppskot frammi um at gera statin Jefferson burtur úr einum parti av Texas, og millum kríggini varð ein ætlan um at taka ein part av Texas og ein part av Oklahoma og stovna statin "Texlahoma" heldur ikki til nakað. Higartil seinasta ætlanin um at býta Texas upp í nýggjar smærri statir var í 1991, men enn er Texas næststørsti statur í USA. George W. Bush. George Walker Bush (føddur í New Haven, Connecticut í USA 6. juli 1946) var 43. forseti í Sambandríki Amerika. Hann umboðar republikanararnar. Bush bleiv forseti í 2001, eftir at hava vunnið á Al Gore, forsetavalevninum hjá demokratunum, í tí sonevnda javnasta valinum í amerikanskari søgu. Bush bleiv afturvaldur í 2004, eftir at hava vunnið á John Kerry hjá demokratunum, hesa ferð so dyggiliga. Bush var forseti í USA til 2009, tá Barack Obama kom til valdið. Áðrenn Bush gjørdist forseti var hann guvernørur í Texas. Hann er sonur ein annan fyrrverandi forseta, George H. W. Bush, sum sat í Hvítu Húsunum frá 1989 til 1993. George W. Bush er annar amerikanski forseti, sum er sonur ein annan forseta. Lívssøga. Bush bleiv føddur í Connecticut, men vaks upp í Texas. Sum ungur gekk hann á privata kostskúlanum Phillips Academy í Andover í Massachusetts, sama skúla, sum pápin í sínari tíð las við. Í 1968 tók Bush bachelorútbúgving í søgu á Yale University. Aftaná leitaði hann sær til Texas Air National Guard. Har bleiv hann militeroffiserur, og í 1970 varð hann góðkendur jekaraflogfarspilotur. Hann fleyg tá Convair F-102 Delta Daggaran. Í 1972 bleiv hann koyrdur, av tí at hann ikki møtti upp til heilsukanning, og árið eftir fór hann úr flogverjuni. Militera karrieran hjá Bush varð havd á lofti í valdystunum í 2000 og 2004. Aftaná militerið tók Bush MBA á Harvard University. Hann bleiv liðugur í 1975 og flutti aftur til Texas, har hann fekk starv innan olju. Í 1977 giftist hann við Lauru Bush, sum var bókavørður og lærari. Washington DC. Washington, D.C. (alment District of Columbia), ofta eisini bara nevnt Washington, er samveldishøvuðsstaður í Sameindu Statunum, og hevur umleið 632 000 íbúgvar. Hann varð bygdur til høvuðsstað, eftir at landið varð sjálvstøðugt, og stendur beinleiðis undir felagsstjórnini. Hann er vakur býur við prýðiligum bygningum og vakstrargørðum. Býurin Washington breiðir seg út við nógvum grønum blettum. Serliga úti við Hvítu Húsini, stjórnarbygningarnar, Frælsisvarðan og har eru eisini risasøvnini. Vegirnir eru breiðir og beinir. Borgin, sum kongressin kemur saman í, eitur Capitol. Amerikanska kongressin hevur tvey kømur: Umboðsmannatingið og Senatið. Washington DC varð grundaður 16. juli 1790. Býurin bleiv doyptur Washington 9. septembur 1791 eftir George Washington forseta. Navnið hevur tveir partar: Washington (ein býur) og District of Columbia ella DC. Stjórnin í USA heldur til í Washington DC, har forsetin og húski hansara búgva í Hvítu Húsunum. Her hava teir húsast t.d. George Washington, Thomas Jefferson, Abraham Lincoln, Theodore Roosevelt, John F. Kennedy, Jimmy Carter, Ronald Reagan, Bill Clinton, George W. Bush og Barack H. Obama. Í 1790-1791 samtykti amerikanska tingið lógirnar at fáa skipað ein høvuðsstað í øllum USA. Men tingið vildi sleppa undan ósemju millum londini um, hvar hann skuldi vera. So tá ið George Washington, forseti, hevði valt økið til høvuðsstaðin, sum varð nevndur eftir honum, fekk býurin og lendið serstøðu í samveldinum; District of Columbia, stytt DC. District of Columbia er tí ikki eitt stakríki í USA. Fólkið í Washington D.C. hevur valrætt til umboðsmannatingið, men tingmenn teirra hava ikki atkvøðurætt. Høvuðsstaðurin er eitt samveldisøki, og tey ið búgva har hava - mótsett íbúgvunum í teimum 50 statunum – onki umboð við atkvøðurætti í Kongressuni. So tey stríðast fyri at fáa rættindi sum ein statur, uttan at hetta hevur eydnast higartil. Landafrøði. Washington DC liggur við ánna Potomac. Potomac er 652 km long og 21. longsta á í USA. Í norðri og í eystri hevur Washington mark við Maryland, og í suðri og vestri við Virginia.
 Býurin er stórur handilsstaður, tí ferðasambandið er gott bæði út ígjøgnum Chesapeake víkina og niðan eftir Potomac og siglirennunum inn í Atlantshavið. Úr Washington liggja jarnbreytir í allar ættir av landinum. Vegirnir eru bæði góðir og nógvir. Frá Washington gongur breiður bilvegur norður við strondini til m.a. Baltimore. Fyri at lætta um samferðsluna hava teir bygt tvær ógvuliga stórar brúgvar: Theodore Roosevelt-brúnna og Francis Scott Key-brúnna. Í Arlington tætt við Washington er óføra stór flogstøð: Ronald Reagan Washington National Airport. Veðurlagið er fyri tað mesta meginlandsveðurlag; veturin kann vera kaldur, men um summarið heilt heitt. Summarið í Washington er nógv heitari enn í Føroyum, ofta kunna tað vera fleiri og tjúgu hitastig. Fólkatalsfrøði. 19 prosent verða søgd at liva undir fátækramarkinum (2008). 6,2 % av fólkinum eru arbeiðsleys í 2011, og miðallívsævin í District of Columbia er 76,5 ár. Undir 1 % av fólkinum eru ikki lesifør. BTÚ fyri hvønn íbúgva er $55,755. Í januar 2016 búðu 681,170 fólk í Washington. Meginparturin av fólkinum er afroamerikanarar (50,7 %), og eini 38 % eru hvítar. Fólkateljingar. Tann fyrsta januar 2011 var fólkatalið í DC 601 657. Hetta er ein vøkstur upp á 29 598 síðani 2000. Útbúgving. Fyrsta universitetið í Washington (Georgetown University) var sett á stovn í 1789. Hægri útbúgving. Í Washington DC eru fleiri hægri lærustovnar, eitt nú American University (AU), Catholic University of America (CUA), Gallaudet University, George Washington University (GW), Georgetown University (GU), Howard University og Johns Hopkins University School of Advanced International Studies (SAIS). Vinarbýir. Sunderland, Stóra Bretland Tsjudar. Ein "tsjudi" er ein russi ella annað fremmandafólk, sum er eftir sámum og vil teimum ilt. Eiturkoppur. Eiturkoppur (frøðiheiti: "Araneae") er lítið áttaføtt kykt. Nógvir gera sær nót at veiða flugur. Eiturkoppur eru liðadýr; men ikki skordýr - teir hava átta bein og eru spunarar. Leivdir av dýrum, sum líkjast eiturkoppum, eru funnar úr devontíðini, tá ið fyrstu skordýrini krupu upp á land. Fyrstu veruligu eiturkopparnir eru úr koltíðini (300-290 m.á.s.), til dømis Grephorus. Eiturkopparnir eru lítið broyttir, síðan teir vórðu til. Sum eiturkoppasløgini nú á døgum hevði Grephorus spunavørtir, og úr teimum kemur silkievni, ið storknar til tráð. Av hesum tráði verður spunnið lokkanetið, sum flugur og onnur skordýr renna seg í. Næstan allir eiturkoppar eru etrandi. Kanska er tað tí, at so nógv ræðast teir. Av teimum 35 000 sløgunum, sum eru til, eru bert umleið 30 vandamikil fyri okkum – og tey sløgini eru ikki í Føroyum. Teir vandamiklastu eru brasiliansku fuglaeiturkopparnir. Teir sníkja seg ofta inn í hús og krógva seg í myrkum krókum. Kanska í einum skógvi ella í einum skápi. Teir eru skild í nógvum ólukkum á hvørjum ári. Purluthærda tarantellan er stór sum manshond. Gorillur. Gorillur (frøðiheiti - "Gorilla gorilla") verður um 2 m høgar og eru tær størstu mannapurnar. Tær eru seinførar og - fáa tær frið - vinaligir skapningar, og tær gera lítið annað enn hvíla seg og eta bløð, leggir og sprotar. Gorillur liva í smáum flokkum, ið fara spakuliga gjøgnum skógin, meðan tær eta ein part, men ikki alla føðina, ið er har um leiðir, og so leita tær eftir nýggjum matkova. Gorillur liva í ættbólkum og eru saman um at verja lendi sítt og ungar sínar. Apur og gorillur eru tey djór, ið líkjast okkum mest. Láglendis gorillan er eitt friðarligt súgdjór, og tað, sum ljóðar sum eitt ræðandi ýl, er í veruleikanum bara eitt fjáltrandi geisp. Verður ein gorilluflokkur hóttur, royna gorillurnar at sleppa undan vandanum, tær flýggja inn í tjúkka skógin. Hetta verður nevnt "tigandi afturtøka". Kalldýrið verjir bólkin. Verjutekini eru til dømis ýl og at sláa seg fyri bringuna. Gorillur eru plantuátarar og blíva normalt uml. 30 ára gamla. Gorillur liva í skógunum í Afrika: Londinum Gabon, Kongo, Ekvatorguinea, Kamerun, Nigeria, Miðafrikalýðveldið, Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo, Ruanda og Uganda. Sandefjord kommuna. Sandefjord kommuna er ein býur og kommuna í Vestfold og Telemark fylke í Noregi. Sandefjord sentrum liggur við endan á Sandefjordsfjorden. Við hálvoynnum Østerøya og Vesterøya er strondin hjá kommununi so nógvar sum 146 km, og tekur ein allar strendurnar og allar smáttu- og útferðsturistrarnar við, er Sandefjord ein summarbýur. Sandefjord kommuna er størsta kommunan í Vestfold. Norðanfyri kommununa liggur Stokke, vestanfyri liggur Andebu, í ein útsynning liggur Larvik og eystan liggur Tønsbergsfjorden og Tjøme. Í Sandefjord er ein lítil "eksklave" Himberg, sum liggur í larvíkarøkinum beint har sum kommunan endar. Søga. Sandefjord er kend fyri sigling og kemiskan ídnað. Býurin er eisini kendur fyri skipabygging og hvalaveiðu. Hvalídnaður verið ein týðandi partur av søguni, eitt nú verksmiðurnar hjá Anders Jahre. Jotun er í dag størsta virki í Sandefjord. Bæði eftirgjørda Gokkstaðarsskipið «Gaia» og hvalabáturin «Southern Actor» eru úr Sandefjord. Fullriggarin «Christian Radich» varð bygdur á mekaniska verkstaðnum í Framnes. Rannsóknarskipið hjá Ernest Shackleton, sum æt Endurance, byrjaði sína allarfyrstu ferð úr Sandefjord, tað var í 1912. Sandefjords- og Sandarkommuna vórðu samanlagdar í 1968. Orangutang. Orangutang (frøðiheiti - "Pongo pygmaeus") er størsta dýr í heiminum, sum heldur til uppi í trøum. Orangutang - navnið stavar frá maleisiska orðinum fyri "Maðurin í skóginum". Orangutangungarnir eru ikki gamlir, tá ið teir læra at gera sær ból uppi í trøunum. Teir læra av foreldrunum, royna aftur og aftur, til tær duga at gera sær ból eftir lítlari løtu. Teir benda leyvklæddar greinar uppeftir, flætta tær og leggja seg væl til rættis fyri náttina. Orangutangir liva í Landsynningsásia. Indonesia og Maleisia. Orangutangin er hótt dýr, tí eru friðingarøki gjørd í regnskóginum, har tær kunnu liva í friði og náðum. Orangutangir eru plantuátarar og eta mest frukt. Orangutang etur mest frukt, men henni dámar eisini annan gróður, so sum børk. Hon etur eisini hunang, flogkykt og egg undan fugli. Eins og gorillur og sjimpansur hoyra orangutangir til stóru apurnar. Um dagin eru tær uppi í trøunum og eta frukt. Smáu orangutang-apurnar eru saman við mammuni í tvey ár, áðrenn tær fara nakrastaðni einsamallar, og í byrjanini leiða tær ofta eina eldri orangutang. Vaksna kalldjórið kann gerast 1,85 metrar til hæddar og viga meiri enn 118 kilo. Navnið orangutang kemur av malaisiska og indonesiska orðinum "orang", sum merkir "persónur", og "hutan", sum merkir "skógur". Orangutang merkir sostatt "skógarpersónur". Kanada. Kanada er heimsins næststørsta land, næstan 10 milliónir ferkilometrar, og har búgva uml. 35 milliónir fólk. Høvuðsstaðurin kallast Ottawa, og størsti býurin er Toronto. Almennu málini eru tvey í tali, enskt og franskt. Fimta hvørt fólk í Kanada hevur franskt sum móðurmál. Kanada hevur mark við USA og Grønland. Søga. Fyrstu amerikanararnir komu úr Ásia um Beringssund fyri einum 50 000 árum síðan. Nú á døgum eru teir bara elalítil partur av fólkinum í Kanada. Í 19. øld vórðu mangir indiánar beindir í egin friðingarøki, tá ið niðursetufólkið hevði tikið jørð teirra. Evropearar hava sett seg niður í Kanada síðan í 16. øld, men í 19. øld fóru ógvuliga nógv fólk at flyta hagar. Atvoldirnar vóru mangan hørð kor, politiskt stríð, kúgan og átrúnaðaratsóknir, har tey búðu. Kanada dró fólk at sær, tí at har var ovmikið av bíligari jørð, og fólkinum varð lovað frælsi. Fyrstu niðursetufólkini búsettu seg á eysturstrondini, men fólk fóru vestureftir í 19. øld, so hvørt sum ídnaðurin menti seg. Litirnir, reytt og hvítt, vóru viðurkendir sum almennir litir í Kanada í 1921. Kanadiar tóku flaggið til sín, sum sítt egna, 15. desember 1964. Flaggdagur verður hildin 15. februar. Tann dagin í 1965 fór flaggið av bakkastokki út í allan heim. Kanada ætlar sær í 2013 at gera krav uppá Norðpólin og tað ríka havið har. Kravið verður sett fram í sambandi við at Kanada fer at søkja ST um munandi størri øki norðanfyri í Arktis. Kravið verður í stríð við bæði Danmark og Russland, sum bæði eisini fara at krevja rættindi til havið um Norðurpólin. Tey fara at grunda sítt krav við, at Norðpólurin liggur í teirra landgrunni. Sambært ST-havrættarsáttmálanum mugu partarnir tó leggja fram jarðfrøðilig prógv fyri náturliga framhaldinum av landgrunninum út um 200 fjórðingar. Fólkið. Til um 1600 búðu bara indiánar og inuittar í Kanada. Fraklendingar vórðu fyrstu evropearar, sum settu seg niður í Kanada, men eftir drúgt stríð tóku bretar valdið í 1763. Sum tíðin leið, løgdu teir tað, ið eftir var av landinum, undir seg, so hvørt sum bretsk niðursetufólk fóru vestureftir og norðureftir. Tilflytarar eru komnir í stórum tali til Kanada, helst úr Evropa, Ásia og Suðuramerika. Øll fóru ikki, tí at tey ætlaðu tað. Svarta fólkið í Kanada er ættað frá afrikonsku trælunum, sum við valdi vórðu fluttir til Norðuramerika frá 1619 til 1808 at arbeiða í lundunum. Trælahaldið varð ikki avtikið fyrr enn í 1865. Fyri ikki so langari tíð síðan vóru flestu fólk í Kanada ættað frá bretskum og fronskum niðursetufólki. Flestu fólk av franskari rót, búgva í landslutinum Quebec. Næstafjølmentasta fólkaslagið er italiafólk – Toronto er fimtstørsti italski býur í heiminum. Seinastu tíðina eru mangir tilflytarar komnir úr Eysturevropa, Landsynningsásia og Suðuramerika. Síðan 1970 hava myndugleikarnir roynt at fingið upprunafólkið upp í aftur kanadiska samfelagið, men mong teirra hava heldur viljað hildið fast við sína egnu mentan og siðvenju. Nýliga hava indiánar og inuittar ymsastaðni í Kanada vunnið mist rættindi aftur og hava fingið rætt til lendið hjá forfedrum sínum - Í 1999 fekk Nunavutlandið heimastýri. Mentan. Fyri einum 25 árum siðan peiggjaðu stórir sjónvarpskampar høgt upp um mangar húsatekjur í Kanada, teir skuldu taka ímóti sendingum úr USA. Kaðalsjónvarpi fyri at takka eru grefligu kamparnir tiknir niður; men mentanin úr USA hevur enn stóra ávirkan. Sjónvarps- og útvarpssendingar, tónleikur og bøkur haðan floyma inn í Kanada. Til tess at eggja fólki at verja egna mentan og kanadiska samleika sín hava myndugleikarnir játtað listafólkunum, útvarps- og sjónvarpsfeløgum, forløgum og filmslistafólkum nógvan pening. Best dámdu ítróttir í Kanada eru íshockey og lacrosse. Landafrøði. Kanada er næstastørsta land í heiminum. Tað er tveir fimtingur av norðuramerikanska meginlandinum, fimm tíðarsonur eru, og landið er skift sundur í tíggju landslutir og trý meginøki. Tríðingurin av Kanada er norðan fyri Norðurpólkring, og har er javnan frost í jørðini níggju mánaðir um árið. Í hesum kalda og harðbalna landslagið, sum verður kallað "frostmýrar", veksur bara mosi, gras og lágir runnar og smá trø. Syðri er stóri nálaskógurin. Tætt við markið í USA er tempraður leyvskógur, nálaskógur og víðar grasfløtur. Miðskeiðis í Kanada og USA eru Stóru Grasfløturnar ella prerian, sum lendið eisini verður kallað (Stóru Grasfløturnar, ella á enskum "Great Plains"). Á hesum óføra víða lendið er heitt og turt um summarið og kuldi og kavi um veturin. Trø vaksa bara við áir og vøtn. Fyrr, tá ið fløturnar vóru albeittar við síðum grasi, gingu fleiri milliónir visundar har. Nú eru fløturnar veltar. Mesta grøðin er hveiti og mais. Á markinum ímillum Kanada og USA eru eisini Stóruvøtn (ella á enskum "Great Lakes"). Hesi vøtn rúma um fimtingin av øllum vatni í heiminum. Bara Michiganvatn, vinstrumegin, er sunnan fyri markið. Ímillum vøtnini eru grivnar siglingarveitir, og samband er við St. Lawrenceá, sum rennur út í Atlantshav. Í Niagaraá, sum rennur úr Erievatni í Ontariovatn, eru hinir viðgitnu Niagarafossar (á enskum "Niagara Falls"). Hóast Kanada er ovurstórt land, er tað eitt av teimum mest oydnu, tí at í stórum pørtum í landinum ber ikki til at búgva, og í miðal búgva bara 3 fólk á hvørjum km2. Næstan 75 % av fólkinum búgva tætt við markið ímillum Kanada og USA – I býum við Stóruvøtn og fram við St. Lawrenceflógva. Markið ímillum USA og Kanada er heimins longsta óvarda landamark. Fólkið, ið eftir er, býr í útróðrarbygdum við strondina, á gørðum og í smábýum inni í landinum. Í stórum pørtum í Kanada (helst í Útnyrðingspartinum og Yukon) liva fleiri dýr enn menniskju. Landslutir og meginøki í Kanada. Landið er skift sundur í tíggju landslutir ("provinces") og trý meginøki ("territories"). Landslutir og meginøki í Kanada Búskapur. Nú á døgum er Kanada framkomið ídnaðarland og eitt av ríkastu londum í heiminum. Viður, málmur og olja eru høvuðsstuðlarnir undir ídnaðinum. Kanada er ein av heimsins størstu búskapum og er limur í G7, sum er; sjey teir størstu búskapirnir í heiminum. Kríggj hevur ikki verið ímillum londini í Norðuramerika í yvir 150 ár. Stutt síðan samdust Kanada við USA og Meksiko um at taka av allar handilsforðingar og lata marknaðin upp fyri útflutningi hvør frá øðrum. Enn er tíðliga at siga, hvørja ávirkan NAFTA-avtalan hevur havt á búskapin í londunum. Nakrir av teimum ríkastu og fátækastu landslutunum í Kanada eru í eystara parti í landinum. Landslutirnir Ontario og Quebec, sum eru við Stóruvøtn og St. Lawrenceflógva, eru ídnaðarmiðdeplarnir í Kanada og ógvuliga ríkir. Har býr eisini mesta fólkið í landinum. Landslutirnir á veðurringu og ómildu eysturstrondini eiga næstan eingi ráevni í jørðini, og seinastu árini hevur fiskiskapurin verið ógvuliga vánaligur á hesum leiðum. Av tí at veðurlagið er so harðført og jørðin kørg, gevur landbúnaðurin lítið av sær, tó er øðrvísi og mildari veðurlag við strendurnar longri suðuri og sunnarlaga í Ontario. Í landnyrðingsendanum á Erievatni, á markinum ímóti USA, er Niagarafossur; nógv ferðafólk koma at hyggja at stórbæra fossinum. Grasfløturnar eru týdningarmesta landbúnaðarlendið í Kanada, mest verður velt av hveiti, og har er nógv neytahald. Aðrastaðni verður nógv frukt og grønmeti dyrkað. Súrepli eru týdningarmesta frukt í landinum. Ímillum Ontariovatn og Erievatn er fruktagóða lendið Niagara. Vøtnini verja lendið fyri kalda veðurlagnum norðaneftir, og tað hevur við sær, at til dømis perur, blommur, ferskur og kirsiber vaksa væl har á leiðini. Skriðdýr. Skriðdýr (frøðiheiti: "Reptilia") hava roðslu og verpa egg. Slangur, krokodillur, skjaldbøkur, eðlur og onnur skeldýr verða nevnd skriðdýr. Summi liva í vatni, onnur á landi. Flestu skriðdýr eru í hitalondum. Forfedrar skriðdýranna eru dinosaurarnir, ið livdu á jørðini í 150 mió. ár, men doyðu brádliga út fyri 65 mió. árum síðan. Nú á døgum eru eini 8200 skriðdýrasløg, frá um 7 m longu netpythonslanguni ("Python reticulatus") í Ásia til ta lítlu dvørgagekkoina (Sphaerodactylus) í Amerika, ið bara er 33 mm long. Súgdýr hava heitt blóð, men skriðdýr hava “kalt" blóð - sólarhitin veitir teimum orku at flyta seg úr stað. Skriðdýr fáa ikki sjálv skapað hita inni í kroppinum sum súgdýrini, men við ávísari atferð kunnu tey stilla kropshitan. Tey sóla sær t.d., so tey orna, og leita sær í skugga, gerst tað ov heitt. Um sólarris vendir t.d. eðlan liðina ímóti sólini, so hon ornar skjótari. Tá ið heitast er um dagin, heldur eðlan seg í skugga, so hon ikki gerst ov heit. Um sólsetur vendir eðlan høvdinum ímóti sólini, so hon heldur kropshitanum. Fyrstu skriðdýrini vórðu til fyri meira enn 300 mió. árum síðan og loystu tá paddurnar av sum størstu landdýrini. Dinosaurar vórðu til fyri 200-220 mió. árum síðan. Størsta skriðdýrið í dag er oyrareingjar-krokodillan ("Crocodylus porosus") í t.d. Ný Guinea og Avstralia, men summar slangur verða longri. T.d. verður netpythonslangan í onkrum føri 10 m long. Komodovaranurin ("Varanus komodoensis") í Indonesia er størsta eðlan. Smæstu skriðdýrini eru smáar gekkoir, fullvaksnar bara fáar cm langar. Flestu skriðdýr verpa, og úr eggjunum klekjast ungarnir. Eðlu- og slanguegg hava gyrðið, leðurkent skal. Skjaldbøku- og krokodilluegg hava hart, sterkt skal sum fuglaegg. Sjófuglar og krabbi taka nógvar skjaldbøkuungar, meðan teir royna at koma sær oman at sjónum. Tungan á skriðdýrum dugnar teimum væl: slanga og eðla kanna uttan um seg við tunguni. Teir láta við tunguni at tevja. Harða húðin á skriðdýrum verjir tey fyri ránsdýrum og forðar fyri, at tey skorpna. Tá ið granskarar skulu greina sløgini, kanna teir ofta tað eyðkenda plátumynstrið. Kamelión ("Chamaeleonidae") og onnur skriðdýr hava serligar kyknur í húðini. Í kyknunum eru litkorn, ið kunnu ývna ella tódna, og tí skiftir kameliónið lit eftir umstøðunum. Flokking. Til eru tilsamans okkurt um 8200 sløg. Tey verða greind sundur í 4 høvuðsbólkar: Sphenodontia (brúeðlur), Testudines (skjaldbøkur), Crocodilia (krokodillur) og Squamata (eðlur, ormaeðlur og slangur). Bara skjaldbøkurnar hava skjøldur. Eðlur eru størsta skriðdýrabólkurin, eini 3800 sløg, men bara eitt brúeðlaslag er (Tuatara). Rafflesiablómur. Rafflesiablóman (frøðiheiti: "Rafflesia arnoldii") - ein metur í tvørmál og størsta blóma í heminum - letur seg upp mitt um náttina og livir bara átta dagar. Hon rýkur ræðuliga illa, sum rotið rað, og verður tí eyknevnd raðblóma. Rafflesiablóman er ein kjøtátari og etur skordýr. Rafflesiablóman hevur hvørki greinar ella leyv. Hon er sníkur og tekur alt føðsluevni, henni tørvar, úr vertsplantuni. Rafflesiablóman veksur djúpt inni í regnskógunum í Suðuramerika. Tann ovurstóra rafflesiablóman er skíkjaraplanta. Hon sýgur eisini føðslu úr ávísum trøum. Blóman er 1 m. í tvørmál. Ringur roykur gongur at henni, hon verður tí eisini nevnd "stinkandi kempan". Rafflesiablóman er kallað upp eftir Stamford Raffles, ið var bretskur landshøvdingur í økinum í 19. øld. Firvaldur. Firvaldur er eitt skordýr, ið livir í øllum heimspørtunum (uttan um Antarktis). Tað er yvir 170 000 sløg av firvaldur í heiminum. Firvaldarnir eru skjótir og kvikir á flog - Lættir at síggja, men ringir at fanga. Firvaldar hava fýra stórar veingir, antennur og ein langan sevil, sum oftast er samanrullaður undir høvdið. Veingirnir eru lagdir við flusi - ikki hári sum hjá fleiri øðrum skordýrum. Tað er í hesum lagið at mynstrini í veingjunum vera teknaði. Flogið á firvaldinum, Alexandru Drotning "(Ornithoptera alexandrae)", er 25 cm; hann er størsti firvaldur í heiminum. ĺ Føroyum. Yvir 100 sløg av firvaldum eru skrásett í Føroyum. Hvørt ár verða fleiri nýggj sløg funnin. Nýggju sløgini, sum verða funnin, eru tílík sum koma til landið í hesum døgum umframt tey sum hoyra heima her. Si eisini ". Føði. Firvaldur eru plantuátari og etur hunang. Kjøtátar. Kjøtátarar eru dýr, ið eta onnur dýr, ella plantur, ið eta dýr. Plantuátar. a> og tveir dákálvar eta leyv Plantuátarar eru dýr, ið bara eta plantur. Íkornaapur. Íkornaapur (frøðiheiti - "Saimiri sciureus") er kát og spølin av lyndi og trívst best í flokki - einar 30 ella fleiri - saman við ætt síni og vinum. Íkornaapur er altátin. Tær eta frukt, fuglar, egg og fíra ikki fyri at gresja ein fittan, leskiligan eiturkopp. Íkornaapur líva í tropisku regnskógur í Mið- og Suðuramerika. Sum navnar sínir eru íkornaapur ógvuliga kvikar og fara sum fok ígjøgnum skógin. Íkornaapur blíva normalt uml. 20 ára gamla. Eitt dukkuheim. Eitt dukkuheim "(norskt: Et Dukkehjem)" - sjónleikur frá 1879 í trimum pørtum eftir rithøvundin Henrik Ibsen. Vatnsvín. Kortið vísir, hvar ið teir halda til. Vatnsvínið (frøðiheiti - "Hydrochoerus hydrochaeris") er størsta gnagdýr í heiminum - Tað er líka stórt sum svín. Vatnsvínið, ið er nær skylt við marsvínið, er óførur svimjari, tí at føturnir eru skapaðir sum fitjur; men tey eru ógvuliga seinfør uppi á landi. Tey liva í flokki eini 10-100 dýr saman. Vatnsvínið er plantuátari og etur plantuvøkstur á árbakkunum. Tey blíva vanliga uml. 4-8 ára gomul. Vatnsvínið livir í Suðuramerika (Panama, Kolumbia, Venesuela, Brasil, Argentina, Franska Gujana, Uruguei, Peru og Paraguei). Gibraltar. Gibraltar er bretskt hjáland á suðurendanum í Spania. Høvuðsstaður er Gibraltar (býur), londinum hevur umleið 29 400 íbúgvar og høvuðsmálið er enskt. Gibraltar er ein kálkklettur, sum bretar hava gjørt til skansa at verja innsiglingina til Miðjarðarhavið við í ófriðartíðum. Gibraltar hevur verið bretskt síðani 1713, men spaniumenn vilja hava økið aftur. At spanska kongshúsið eisini er misnøgt sást, tá Elisabeth drotning hátíðarhelt síni 60 ára trúnuni í 2012, tí tá var tað spanska kongshúsið tað einasta, sum ikki hevði sent umboð til London. Umleið 29 000 fólk búgva í Gibraltar, og á fólkaatkvøðu í 1967 og aftur í 2002 søgdu tey flestu, at tey vilja halda fram undir bretskum stýri. Í mong ár var markið stongt, men í 1985 varð tað latið uppaftur. Lítla bretska hjálandið Gibraltar er bert 6,5 km2 í vídd, og um 30 000 fólk búgva har. Flogvøllurin liggur út í sjógvin báðumegin og tvørturum hálvoynna inn móti Spania. Bilarnir koyra tvørtur um flogvøllurin til og frá Gibraltar. Søga. Bretar tóku Gibraltar í 1704 at vissa sær, at teir kundu fáa siglt inn í Miðjarðarhav. Tá Stóra Bretland var heimsveldi, og Evropa var heimsins harðasti stríðsvøllur, ráddi um at hava Gibraltar sum skansa og herflotastøð við innsiglingina til Miðjarðarhavið. Undir Øðrum heimsbardaga var Gibraltar lívsneyðug fyri teir sameindu ímóti Italia og týska herflotanum. Men serliga síðan Spania bleiv limur í ES og NATO saman við Stóra Bretlandi, og síðan Kalda kríggið endaði, er hermálsliga nyttan hjá Stóra Bretlandi í Gibraltar nógv minkað. Teir 25 000 íbúgvarnir á Gibraltar vilja fegin hoyra til Bretland í fólkaatkvøðu um tjóðarstøðu sína í 2002, hóast móðurlandið er 3.000 km burtur. 17 900 (98.97 %) valdu at halda fram sum bretskt hjáland. Landafrøði. Suður úr Spania er hálvoyggin Gibraltar, sum hoyrir til bretska ríkið. Gibraltar er bert 6.5 ferkilometrar til ummáls og fyri tað mesta eitt 250 m. høgt kálksteinsfjall (Gibraltar Kletturin) landfast við Spania fyri norðan. Gibraltarsund. Tronga sundið við Gibraltar er einasta farleið úr Miðjarðarhavi í Atlantshav. Í tronganum eru bara 13 km. úr Evropa í Afrika. Sólarhitin ger, at vatn í Miðjarðarhavi guvar skjótari burtur, so sjógvurin verður saltari enn í Atlantshavi. Sjógvur úr Atlantshavi rennur tí í vatnsskorpuni inn í Miðjarðarhav gjøgnum Gibraltarsund, meðan tyngri og saltari sjógvur rennur út eftir botninum hin vegin. Kort av Gibraltar (trýst á myndini). Avstralia. Samveldið Avstralia (Enskt: "Commonwealth of Australia") er bæði ein heimspartur og eitt land í Avstralásia; landið fevnir um allan heimspartin og oynna Tasmania og summar minni oyggjar í Kyrrahavinum. Meginparturin av temum 22,2 mió. íbúgvunum býr í teimum fruktagóðu økjunum fram við suður- og landsynningsstrondini. Har eru eisini teir báðir størstu býirnir í Avstralia, Melbourne og Sydney, eisini samveldishøvuðsstaðurin Canberra. Avstralia liggur í ein landsynning úr Ásia. Eystanfyri er Kyrrahav, vestanfyri Indiahav. Norðan Torressund, bara 75 fjórðingar úr Avstralia, er Papua Ný Guinea. Fyri góðum 200 árum síðan búði bara upprunafólk, aboriginar, í Avstralia. Í 1770 sigldi bretski rannsóknarfarin James Cook inn í Botanyflógva og lýsti nýfunna landið sum breskt land. Í 1901 fekk Avstralia sjálvstýri og gjørdist sjálvstýrandi partur í bretska heimsveldinum, tá ið tey seks hjálondini vórðu savnað undir eina samveldisstjórn. Mangir tilflytarar komu higar; teir fyrstu úr Stórabretlandi og øðrum londum í Evropa, men seinni eisini úr Ásia. Íbúgvatalið í Avstralia var í juli 2013 22.262.501. Upprunafólkið. Tá ið bretar komu til Avstralia, broyttist lívið hjá upprunafólkunum. Nógv vórðu dripin. Tað var ikki fyrr enn aftan á ár 1500, at menn úr Evropa vistu, at Avstralia var til; men teir hildu, at eitt land átti at vera har, sum Avstralia er. Á einum 2000 ára gomlum heimskorti stendur eisini hetta teknað. Landið kallaðu teir "Australis Incognita", sum merkir hitt ókenda landið fyri sunnan. Í hesum ókenda landi fyri sunnan búði kortini fólk, sum menn halda er komið hagar fyri einum 12000 árum síðan úr Eysturásia, men hevur síðani lítið og einki samband havt við onnur fólk. Hetta fólkið kalla við aborginarar. Teir gomlu avstraliararnir ferðaðust um alt landið. Teir hvørki veltu ella sáaðu, men konufólkið hevði sneis at ríva røtur úr jørðini við, tær hentaðu egg á heiðunum og villar fruktir av trøum og øðrum vøkstrum og fangaðu smádýr til matna, meðan mannfólkið veiddi dýr í skógunum, á savannunum og á steppunum. Veiðiamboðini vóru sleingisteinar, spjót, net og boomerang; alt gjørt úr gróti, viði ella beini. Boomerangin er av viði, tilevnað sum ein stýrisarmur. Aborginarnir gingu mest sum naknir, eitt skinnskjúrt ella skinnfyriklæði, tað var alt, stundum kroppurin meiggjaður út í málningum. Hús høvdu teir eingi, men baldust í hellum, holum ella á lívdargóðum støðum á heiðini. Har sum teir vóru, kyndu teir bál. Eld fingu teir við at bora eitt træ niður í eitt annað. Við bálið offraðu teir til gudarnar ella dansaðu um tað gudiligar dansir, gudunum til heiðurs; teir sótu og ótu við bálið um dagin og svóvu uttan um tað um náttina. Við norðurstrendurnar í Avstralia høvdu teir útholaðar træbular til bátar, sum teir fóru á flot við. Niðursetufólkið. Um miðju 19. øld varð gull funnið í Victoria og New South Wales. Tað fekk fólk at tysja til Avstralia og menti nógv búskapin í landinum. Tá ið evropararnir í 1498 á fyrsta sinni sigldu suður um Afrika og inn í Indiahavið, gekk leiðin mest norður ímóti India og teimum indisku oyggjunum, sum teir, sum árini liðu, kannaðu sær og settu búgv á. Viðhvørt komu teir so langt suður, at teir tektu tað ókenda landið fyri sunnan. Men tað skuldi ganga øldir, áðrenn tann fyrsti evroparin setti fótin á land í hesum ókenda landi. Tað var á vesturstrondini fyrst, síðan á norðurstrondini og norðara parti av eysturstrondini. Men tað vóru ikki nøkur fegnaðartíðini, hesir menn vistu um hetta ókenda landið. Har var ikki búgvandi, søgdu teir. Tað var ikki so løgið, tí norðurstrendurnar, vesturstrendurnar og suðurstrendurnar eru ringar at koma at og síggja nógvastaðir út sum oyðimerkur. Og fram við norðara parti av eysturstrondini liggur eitt 2000 km. langt koralriv, sum illa er komandi innum, og hevur bert eitt so mikið breitt sund, at stór skip kunnu sigla ígjøgnum. Í 1642 kom hollendingurin Tasman til Nýsæland og Tasmania; men ikki fyrr enn í 1770 kom hin enski skiparin James Cook í land í syðra parti av eysturstrondini í Avstralia, inni í einari vík tætt við tann nú so stóra býin Sydney. James Cook vant bretska flaggið á stong, og landið skuldi tá, sum siður var, vera ogn hjá Stórabretlands kongi. Tá ið hann kom heim aftur til Bretlands, visti hann at siga frá góðum havnum og frálíkum dyrkilendi við tær syðru strendurnar á Eysturavstralia. Men enn gingu 18 ár, áðrenn menn úr Evropa høvdu hug at fara til Avstralia at búgva. Í 1787 sigldu ellivu skip út av Stórabretlandi við uml. 1500 fólkum umborð, av teimum vóru 800 fangar úr teimum ovurfullu fongslunum í Bretlandi. Hesi skip lendu í 1788 í samma stað, sum Cook áður hevði lent. Hetta vóru fyrstu evroparar, sum búsettust í Avstralia. Seinni komu enn fleiri fangar og fríir menn, sum settu búgv í hesum "nýggja" landi. Til 1860 vórðu fleiri enn 160 000 fangar sendir til Avstralia. Tey fyrstu árini máttu teir fáa mat heimanífrá, tí lítið var av dýrum og minni vaks, sum kundi etast. Men veðurlagið var frálíkt, og jørðin treyt ikki. Teir førdu tí ross, høsn, seyð, neyt, geitir og onnur heimadýr við sær heiman og fingu sær set og sáð við av teimum nyttuplantum, sum teir høvdu heima í Stórabretlandi. Fenaðin sleptu teir á tað frálíka beitið, sum er í fjøllunum, meðan láglendið var velt til bæði korn og epli. Viðurin treyt ikki at byggja hús av og til brenni og búnyttur, og skjótt kendu hesir fyrstu niðursetumenninir seg heima í hesum nýggja landi. Tá ið jørðin fór at tróta eystan fyri fjøllini, fóru menn at royna at sleppa sær vesturum. Men tað var lættari sagt enn gjørt, tí regnskógurin var tjúkkur í eysturlíðinum, og bratt og illgongt var. Ikki fyrr enn í 1813 eydnaðist tað teimum at gera ein so frægan veg vestur um fjøllini, at ein hestavognur kundu koyra á honum. Tá fóru menn vesturum at kanna landið og finna sær nýggj beiti til fenaðin. Hetta nýggja beitið kom at roynast serliga væl til seyð, og helst var tað ullin, sum gjørdist mjúk og vaks frálíka væl. Heima í Bretlandi treyt ull í hesum árum, og gravgangurin var stórur eftir ull, so hon kom at ganga í góðum prísi. Tá fingu menn sær góðan ullarseyð úr Suðurafrika og seldu ull í stórum. Ull hevur higar til dags verið ein tann mesta útflutningsvøra í Avstralia. Í 1851 var tó gull funnið í jørðini í Avstralia. Tá fluttu menn hagar í stórum at leita eftir gulli; men skjótt kom gullið at tróta, og gullgravarnir fingu sær jørð at velta í ella fóru út til strendurnar og grundaðu býir, har sum tey góðu havnarløgini vóru. Í 1860 búði okkurt um ein millión av fólki í Avstralia. Sjálvræði. Í 1901 gjørdist Avstralia sjálvstøðugt samveldisríki. Um 1880 var Avstralia í seks hjálondum. Hvørt teirra hevði egnu fyrisiting og var beinleiðis undir bretsku stjórnini. Mong húski høvdu búð har í fýra ættarlið. Mentanarliga sambandið ímillum Avstralia og Stórabretland var farið at dragna, og avstraliar høvdu fingið sín egna samleika; teir skapaðu sína egnu list og høvdu enntá kriketlið, sum spældu ímóti bretskum liðum. Arbeiðarafeløgini hildu fyrsta landsfund sín at skunda undir nýskipanir, til dømis ar arbeiðsdagurin skuldi verða í mesta lagi 8 tímar. Hjálondini samdust um at leggja saman. Í 1901 varð ein stjórn stovnað, ið hevði myndugleika yvir Avstraliasamveldinum, sjálvt um hvørt hjáland hevði sína egna økisfyrisiting. Samveldisstjórnin var enn undir bretskum yvirvaldi, men sum árini liðu, fekk hon alt størri og størri sjálvræði. Tey ríku í Avstralia kendu seg enn sum bretar, men fátæku arbeiðaranir kendu seg heldur sum avstraliar. Sterk arbeiðarafeløg førdu sjálvstýrispolitikk, umframt at tey stríddist fyri at bøta um kor arbeiðaranna. Politikkur. Í Avstralia eru seks lond, hvørt við sínari stjórn. Hesi lond eita Tasmania, Ný Suður Wales, Suðuravstralia, Vesturavstralia, Viktoria og Queensland. Londini høvdu inntil 1901 einki samband hvørt við annað, men vóru stýrd sum bretsk hjálond. Í 1901 gingu londini saman í ein avmarkaðan ríkisfelagskap og gjørdust limir í bretska heimsveldinum. Tey eintust um at grunda ein felags høvuðsstað og tóku eitt 2500 km2 stórt stykki burtur av Bláu Fjøllunum í New South Wales til hansara. Høvuðsstaðurin fekk navnið Canberra. Hvørt landið velur sínar menn í felagstingið, sum situr í Canberra. Felagsstjórnin umsitur øll felagsmál, til dømis verju, uttanríkismál, post, toll, skattir, flytifólk, tryggingar, bankar og pengastovnar o. a., meðan tær einstaku landastjórnirnar taka sær av løgregla, vatnveitingum, skúlum, sjúkrarøkt, búnaði og skógvinnu o. ø. Landsparturin Norðurterritorium er so stórur sum øll Skandinavia, men har býr ikki meira fólk enn í Bergen (uml. 230 000). Hesin landsparturin, avstralski parturin av Antarktis og tær avstralsku oyggjarnar í Kyrrahavinum (Koralhavsoyggjar og Norfolkoy) og í Indiahavinum (Ashmore og Kartieroyggjar, Heard- og McDonald-oyggjar, Jólaoyggjin og Kokosoyggjar) liggja eisini undir felagsstjórnini í Canberra. Í 1901 varð Avstralia sjálvstøðugt samveldisríki, men í nógv ár høvdu tey gott samband við Stórabretland. Avstralskir hermann stríddust t.d. í parti við onglendingum í báðum veraldarbardøgunum. Hesi seinastu árini hevur sambandið við Stórabretland ikki verið so nógv. Nú royna avstralar at fáa betri samband við londini í Kyrrahavi og við Kyrrahav. Í mong ár handlaði eisini Avstralia mest við Bretland, men tá ið Bretland fór upp í ES, menti Avstralia handilssambandið við USA og lond í Ásia, helst Japan. Mangar útlendskar fyritøkur hava nú sett pening í verksmiðjur, sum gera bilar og telduútbúnað. Avstralia er tó enn limir í Bretska Samveldinum. Samkynd. Í fimm dagar í des. 2013 kundu samkynd giftast í avstralska høvuðsstaðnum, Canberra, eftir at landspartatingið samtykti eina lóg, sum loyvdi fólki av sama kyni at giftast. Eftir fimm dagar segði hægstirættur í Avstralia, at nýggja lógin samsvaraði ikki við eina aðra lóg, sum í 2004 nágreinar, at bert maður og kvinna kunnu giftast. Teir dagarnar vórðu 27 samkynd pør gift, men hjúnarlagið hjá hesum pørum varð ógildað. Hægstirættur sigur, at hann hevur dømt eftir lógini, og tað stendur til tingið at gera av, um lógin skal broytast. Í fleiri landspørtum í Avstralia ber til hjá tveimum av sama kyni at skráseta seg í parlag, men tey kunnu ikki giftast. Fólkið. Fyri góðum 200 árum síðan búði bara upprunafólk, aboriginar, í Avstralia. Meginparturin av tí fólki, sum nú býr í Avstralia, er av bretskari ætt, men nógv er eisini komið úr øðrum londum í Evropa. Avstralia er sera fjølmentað samfelag. Inni í landinum er heitt og slætt, har eru ring gróðrarlíkindi. Har býr lítið fólk nú á døgum, hóast avstralska upprunafólkið, aboriginarnir, dugdi at lívbjarga sær í teimum vánaligu umstøðunum. Nú eru um 300 000 aboriginar eftir. Summir búgva inni í landinum enn sum í gomlum døgum, men aðrir eru fluttir til teir nútímans býirnar. Teir flestu av hinum avstralunum eru eftirkomarar eftir bretskar og aðrar tilflytarar, og nógvir eru eisini ættaðir úr Landsynningsásia og Miðeystri. Í mong ár sluppu bara hvít fólk at flyta til Avstralia; tey flestu komu úr Stórabretlandi, Italia og Grikkalandi. Í 1972 varð henda viðtøka broytt, og síðan eru fólk flutt higar úr øllum heiminum. "Nýggju" avstralarnir eru m. a. úr Vjetnam og Kina. Hesi fólk hava við sær matsiðir, høgtíðir og móðurmálið í gamla heimlandi sínum. Øll hava tey verið við til at skapa fjølbroyttu mentanina í hesum ovurstóra landi. Ull, hveiti og steinsløg sum t.d. jarnmálmur, kol og kopar hava gjørt Avstralia til múgvandi land, og flestu fólk hava góð lívskor. Flestu avstralar liva eitt uttanduralív og eru fíggjarliga væl fyri. Um 85 % av øllum fólkinum í Avstralia býr í býum ella tætt við býirnar við strondina. Flestu skúlar, sjúkrahús, skrivstovur og verksmiðjur eru her, og lívið er lættari her enn í fjarskotnu býunum og gørðunum. Sethúsini í býunum eru bygd úr viði ella av tigulsteini, flestu hava svala og sólgarð ella urtagarð, har húsfólkið kann njóta góðveðrið og glóðasteikja sær ein bita. Í seksteimum størstu býunum búgva 60 % av fólkinum, ein teirra er Sydney við viðgitna Operahúsinum, sum er bygt við havnalagið. Hinir eru Melbourne, Brisbane, Adelaide, Perth og Canberra. Aboriginar. Gamlir málningar í holum vísa, at aboriginska mentanin blómaði longu 40 000 ár, áðrenn evropearar komu hagar. Fyrstu fólk í hesum heimsparti vóru aboriginarnir, sum komu til Avstralia fyri umleið 50 000 árum síðan. Tá vóru heimshøvini grynri, og mest sum landfast var ímillum Nýguinea og Avstralia. Orðið aborigin merkir "úr upphavi", og upprunafólkið sigur seg hava búð í Avstralia, síðan heimurin varð til. Tey lagaðu seg eftir náttúruni, sum var teimun alkunnug. Grundarlagið undir mentan teirra er dreymatíðin, tíðin tá ið heimurin og alt livandi vórðu skapað. Tá ið bretar komu til Avstralia, broyttist lívið hjá upprunafólkunum. Mong fólk vórðu dripin ella doyðu av evropeiskum sjúkum. Í 19. øld tóku evropeararnir lívsgrundarlagið undan nógvum upprunafólkum í Avstralia. Børn vórðu tikin frá foreldrunum og undirvíst eftir evropeiskum siði. Í mong ár var undirvísingarmálið hjá aboriginskum børnum bara enskt, og tey sluppu ikki at læra sítt móðurmál. Nógv upprunamál og upprunasiðir hvurvu. Helvtin av øllum málum í Avstralia eru útdeyð seinastu 200 árini (105 eru útdeyð og 110 eru hótt í 2013). Soleiðis fækkaðust aboriginarnir úr 300 000 í 1770 niður í 70 000 í 1900. Nú eru aftur einir 300 000+ aboriginar í Avstralia. Nú á døgum eru tað tó alsamt færri upprunafólk, ið eru veiðifólk og savnarar; flestu arbeiða á verksmiðjum og á bóndagørðum. Mong hava ringa heilsu og búgva illa. Nú á døgum eru aboriginar ímillum 2 og 3 prosent av fólkinum í Avstralia. Nógvir av aborginaranum eru blandaðir saman við tað nýggju fólkið og arbeiða á bóndagørðum og í ídnaðarvirkjum í býunum og verða mettir eins og aðrir borgarar í Avstralia. Fyri at verja teir gomlu avstraliararnar, sum enn liva teirra gamla lív, hevur rikið latið teimum hóskandi stykki at búgva á. Seinastu árini eru lógir viðtiknar, sum geva frumfólkinum rættindi til partar av gamla lendi sínum. Í 1967 fingu tey valrætt. Búskapur. Avstralia hevur ein tann størsta búskaparvøksturin í heiminum. Avstralia er eitt land, sum er sera fíggjarliga framkomið, sum er av tí, at atgongd er til nógvar ressursir. Mineralir, petroleum, kol og gull er tað, sum útflutt verður mest av, og landið framleiðir 95 % av verðins opalum. Avstralia framleiðir eisini mest av ull útflytir mest neytakjøt. Í landinum eru 140 miljónir seyðir og 24 miljónir neyt. Mest handilssamband hava avstraliubúgvar við Japan, og teir hava fríhandilsavtalu við USA. Tey seinastu árini er turisman eisini farin at geva nógvan pening av sær. Landafrøði. Ein fotomynd av Sambandsríkinum Avstralia tikin úr einum fylgisveini. Whitsunday Island, Queensland. Hvørt ár flokkast ferðafólk í milliónatali í Gold Coast, til strendurnar og tann góða veitsludámin har. Avstralia, sum er ímillum Indiahav og Kyrrahav, er størsta oyggj í heiminum, men minsti heimspartur. Landið er stórt, næstan líka stórt sum Brasil. Har er lítið avfall, og tveir triðingar av landinum eru oyðimørk. Inni í Avstralia er turt og heitt. Har tað er eitt sindur av gróðri, ella har tað ber til at veita vatn á lendið, halda bøndur neyt ella seyð. Tá ið tað regnar, er tað av grímd, og plantur sum til dømis oyðimarkarblóman vaksa upp av fræi, sum kann hava ligið í dvala. Stórir landspartar í Avstralia eru víðir slættar, har hvørki eru fjøll, skógir ella áir. Meginparturin av fólkinum býr í stórum býum við strondina. Av tí at so langt er ímillum bygdirnar, kunnu mong børn ikki ganga í vanligan skúla; tey fáa ístaðin undirvísing um fjarskiftissamband. Teinurin Darwin til Sydney um Adelaide er 4822 km. Hóast koyrt verður við bili og ikki steðgað á, hevði ferðin vart hálvt triðja samdøgur. Turrasti heimspartur, har fólk býr, er Avstralia – og eisini flatasti og har jørðin gevur minst av sær. Meiri enn helmingurin av Avstralia eru turrur fløtur ella oyðimerkur. Fýra tær størstu oyðimerkurnar í Avstralia eru "Simpson, Gibson", "Great Sandy" og "Viktoria". Nógva staðni fýkur sandurin og legst í ómetaliga stórar heyggjar. Lítið fólk býr inni í landinum. Har eru ógvuliga fáir býir, og har býr lítið fólk. Alice Springs, miðskeiðis inni í landinum, var í fyrstuni bara fjarritarastøð á fjarskiftislinjuni ímillum Darwin og Adelaide. Sjáldan regnar, og tað mesta er oyðimørk. Bara í landssynningshorninum er liviligt í veðrinum, og flest fólk búgva har, har tað eisini er subtropiskt. Í norðurparturin av landinum er tropiskt veður, og har veksur skógur, regnskógur, landslag við slættum, mangrovublotar og oyðimørk. Tropiski regnskógurin veksur sum ein rond fram við norður- og landnyrðingsstrondini. Veðurlagið ávirkast sera nógv av havstreymum, og serliga fyribrigdinum "El Niño", sum ger so tað stundum er turkur, og av tropiskum lágtrýstsstreymum, sum gera syklonir har norðuri í landinum. Heimsins størsta korallriv, Korallrivið Mikla, gongur 2000 km eftir landnyrðingssjóvarmálanum. Verðins størsti monolittur, "Mount Augustus", liggur í Vesturavstralia. Hægsti depil er Koscluskofjall, sum er 2229 m. Næstan mitt í Avstralia stendur stóri sandsteinskletturin Uluru ("Ayers Rock"). Niðri við vøllin er hann 9,4 km til ummáls og 348 metrar høgur. Upprunafólkið, aboriginarnir, kalla hann Uluru. Hann er ein hin størsti halgidómur teirra og er nevndur í frumsagnum teirra. Í mong ár varð hann nevndur Ayers Rock eftir einum gomlum forsætisráðharra í Suðuravstralia, men í 1958 fekk hann upprunaliga navn sítt aftur. Landslag. Avstralska landslagið er sera fjølbroytt. Í ein landnyrðing eru guvandi, tropiskir regnskógir og mýrar. Inni í landinum eru heitar, stórar sandoyðimerkur og oyðin fjøll. Avstralia er tað meginlandið, har flestu oyðimerkurnar eru, og viðhvørt er turringur í mong ár. Hetta ovurstóran lendi í miðjum landi, har nevnt "The Outback", oyðimerkur, er eitt hitt heitasta og turrasta í heiminum. Her eru fýra stórar sand- og steinoyðimerkur: Simpsonoyðimørk, Gibsonoyðimørk, Sandoyðan Mikla og Stóra Viktoriuoyðimørk; glóðheitar um dagin og bítandi kaldar um náttina. Avstralsku Fjøllini eru ein fjallarøð í eystari parti av Avstralia. Syðri partur av Avstralsku Fjøllunum eitur Avstralsku Alpur, meðan norðari parturin eitur Bláu Fjøllini. Bláu Fjøllini eru heldur lág og avrundað omaná; tey bera týðiligt merki av teimum stóru jøklunum, sum har hava ligið, tá ið ístíðirnar herjaðu hesi lond, tí í teimum eru djúpir dalar, gjáir og botnar; men høg eru tey ikki. Avstralsku Alpur eru heldur hægri, har kunnu vera spískir tindar. Hægsti tindurin eitur Mount Townsend, hann er 2241 m. høgur. Avstralsku Fjøllini hava einaferð í tíðini gingið heilt út á Tasmania, men jarðskjálvti og órógv í jarðskorpuni gjørdu, at ein partur av fjøllunum seig í kavið og gjørdist eitt sund, sum nú eitur Bass-sund. Eystan fyri fjøllini eru albeittar líðir, og undir fjøllunum út ímóti Kyrrahavinum er væl av láglendi. Tað var á hesum láglendi, at teir fyrstu niðursetumenninir settu búgv. Vestan fyri fjøllini er alt landið mest sum bara víðar heiðar av lágslættum og háslættum við einstøkum fjallarøðum uppímillum. Eyrevatn liggur í Suðuravstralia og er størsta vatn í Avstralia. Eyrevatn kann, tá ið tað er størst, vera sum Vänern í Svøríki. Men í turrligum árum kemur einki vatn í tað, tí jørðin hevur sogið alt vatnið í seg, áðrenn tað kom oman í lágna. Tá minkar vatnið sum saltdiki. Veðurlag. Tropiski regnskógurin veksur sum ein rond fram við norður- og landnyrðingsstrondini í Avstralia. Avstralia er øll sunnan fyri ekvator og hevur tí summar, tá vit hava vetur, og vetur, tá vit hava summar. Summarið hjá teimum byrjar fyrst í desember og endar síðst í mars. Avstralia hevur mest sum øll subtropiskt veðurlag, tó nakað av tropiskum veðurlagi norðast í landinum og tempraðum veðurlagi suðuri á Tasmania. Í tí parti av landinum, sum hevur tropiskt veðurlag, liggur vindurin um summarið mest sum altíð inn av havinum. Hesin parturin fær tí nógv regn um summarið. Men av tí at jørðin verður so heitt, guvar vatnið eisini skjótt av henni. Regnið kemur tí ikki at muna so mikið, og tá ið vetrarnir eru regnleysir, verður hetta landið vaksið við savannu, í vestara parti grassvannu, í eystara parti skógsavannu. Í teimum Avstralsku Fjøllunum, á láglendunum eystanfyri og í líðunum vestan- og eystanfyri fjøllini er nóg mikiv av avfalli summar og vetur. Hesin partur av landinum er tí albeittur av síðum grasi ella av tjúkkum skógi. Heiðarnar vestanfyri fjøllini verða meira og meira regnleysar longur vestur, ið kemur. Tær eru tí annaðhvørt turr steppa við einstøkum grønum fløtum, turrir runnar ella bara oyðimørk. Helmingurin av oyðimørkini er sandur og hella, sum aldrin koma at nytta til uppdyrkingar, meðan hin helmingurin er góð jørð, sum er avsviðin av sól og skerpingi og kann koma til nyttu tann dag, sum menn duga at fáa nóg mikið av vatni á hana. Í tí syðra vestara partinum av landinum, har sum stórbýurin Perth er, er nakað av fjallalendi. Um veturin liggur vindurin í hesum landi inn av havinum og noyðist upp um fjøllini, tí er her nakað av regni um veturin. Hetta landið er tí vaksi við maki. Sunnanfyri avstralska meginlandið er stór oyggj, sum eitur Tasmania. Tasmania er minsta veldi í avstralska samveldinum. Tasmania hevur temprað veðurlag. Oyggin er øll avvaksin við gras og skóg. Ítróttur. Fólkinum í Avstralia dámar væl uttanduraítrótt. Stórar sandstrendur og flógvur sjógvur gera, at kappsigling, svimjing, og tað at standa á vatnskíðum og ríða á brimfjøl er væl umtókt frítíðarítrótt. At standa á brimfjøl er væl dámd avstralsk ítrótt. Í nógvum býum eru javnan kappingar. Henda ítrótt hevur uppruna sín í Polynesia og er mong hundrað ára gomul. Men nú eru tey farin at standa á seglfjøl og at kappast á ymsum strekkjum. Serlig grein er, har tey royna at gera ymisk brøgd á brimfjøllini (á enskum – "tricksurfing"). Heita veðurlagið og mongu sólardagarnir gera, at nógvir avstralar eru stóran party av frítíðina við strondina. Avstralar eru eisini kringir í krikket, tennis, frælsari ítrótt og rugby. Í avstralskum fótbólti kunnu spælararnir sparka ella sláa bóltin, men ikki er loyvt at kasta hann. Ár 2000 skipaði Avstralia á fyrsta sinni fyri Olympisku summarleikunum. Teir vóru í Sydney. Dýr og vøkstur. Trøini í Avstralia eru mest sum øll av tí slagnum, sum teir kalla evkalyptus. Næstan helmingurin av øllum 266 posadýrum í heiminum er bara í Avstralia. Størsta pungdýrið er kenguran. Posabjørnin (koalabjørnin) er bara í evkalyptusskógunum í Avstralia. Í Avstralia eru fleiri enn 2000 tjóðgarðar og friðlendi, sum tilsamans eru meira enn 800 000 km 2 til støddar. Uppi í hesum eru t. d. "Lemington" "National Park" og "Seal Rock" í "New South Wales". Har vaksa eisini gróðurfrektir pálmar, krausaria-nálatrø, trætrøllakampar og litfagrir børkubøndur. Nógvur annar skógur er, til dømis subtropiskur regnskógur á miðjari eysturstrondini. Í hesum skógum vaksa kaurinálatrø og umisk sløg av pittosoppum. Í landsynningspartinum og á Tasmania vaksa bókaskógir. Í Avstralia eru nógv eiturdýr, til dømis eiturkoppar, slangur og sporðdrekar. Dýrasløgini, sum av fyrstan tíð vóru í Avstralia, líkjast ikki dýrunum í hinum pørtunum av heiminum. Tey flestu eru pungdýr. Pungdýrini leggja so neyðarsligar ungar, at tey mugu hava teir eina langa tíð liggjandi í einum pungi, sum tey hava undir búkinum. Har eru ymisk sløg av pungdýrum, til dømis pungbjarnir, pungharur og pungapur. Upp í posadýrini rokna vit eisini posarevar, kengurur, flogposaíkornar og posagrevlingar. Størsta pungdýrið er kenguran. Næstan helmingurin av øllum 266 posadýrum í heiminum er bara í Avstralia. Eitt annað sjáldsamt dýr er nevdýrið, sum hevur kropp sum súgdýr, men nev sum fuglur og verpur egg. Nevdýrið og meyrutindasvínið – tey einastu súgdýrini, sum verpa – eru eisini bara í Avstralia. Dingohundurin er eitt av teimum fáa súgdýrum, sum ikki er pungdýr. Í áunum er eitt slag av krokodillum, og í áum og vøtnum svimja fiskar, sum hava lungu. Eitt dýr er til ógvuligan skaða fyri jarðarbrúkið í Avstralia, og tað er kaninin. Tær vóru av fyrstan tíð førdar úr Evropa til stuttleika, men nørdust so nógv, at tær hava verið ein sonn landaplága í Avstralia. Aftrat tí tær eta - 5 kaninir verða roknaðar at eta ímóti einum seyði – grava tær jørðina á gos, so neyt og hestar fara í holurnar og beinbrótast. Fuglarnir eru eisini sjáldsamir; har eru t. d. svartir svanir og hvítar ørnir. Av strutsum eru tvey sløg, emuin og kasuarin. Láturfuglurin heldur til í skógunum; hann er ikki heilt væl lýddur, tí hann hevur eitt andskræmiligt neggjandi mál, og er tí ógvuliga troyttandi at hoyra, men hann ger góða nyttu, tí hann drepur tann skaðiliga tikaraeiturormin. Lúðrarvelið er eisini skógarfulglur, hann dugir at herma eftir hvørjum dýri, tað skal vera. Evropararnir førdu øll vanlig húsdýr við sær, og tey hava trivist ógvuliga væl. Í ongum heimsparti er plantu- og dýrameingið so óvanligt og fjølbroytt sum í Avstralia. Eini 50 kengurusløg eru í Avstralia. Reyða kenguran er av størstu kengurum; kallkenguran kann verða yvir tveir metrar høg. Kenguran etur mest gras og bløð. Kenguran heldur til á vallfløtunum. Hesar fløtur eru mest sum avvaksnar við kengurugrasi. Tað verður 50 cm. høgt og veksur í túgvum. Hvøss grassløg vaksa, har ið turrasti er. Nógvar vallfløtur eru nú veltar og liggja sum bøur ella beiti hjá fenaðinum. Kenguran hevur før afturbein og føran hala. Tey sterku afturbeinini eru væl skapað at leypa við. Kengura kann leypa einar 70 km. um tíman. Kjarrkengura ("wallaby") er lítil, reyðhálsut kengura. Hon verður eisini nevnd halabrúna kenguran ella Bennet's kenguran. Avstralski villi hundurin, dingo, kom helst ikki til Avstralia fyrrenn fyri 40 000 árum síðan, samstundis sum aboriginarnir settust niður. Føðin hjá dingohundinum er fjølbroytt, til dømis fuglur, kengura, kanin og skriðdýr. Hann tekur eisini seyð. Trøini í Avstralia eru mest sum øll av tí slagnum, sum teir kalla evkalyptus. Tað eru fleiri sløg av evkalyptustrøum, og summi kunnu verða heilt høg, einar 100 metrar og meir, okkurt einstakt træ kemur upp í 160 metrar og er tá millum heimsins størstu trø. Sunnarlaga í Avstralia á teimum heyggjutu grasfløtunum vaksa m.a. evkalyptustrø. Eini 500 sløg av eykalyptustrøum eru til. At kalla øll hava sín uppruna í Avstralia. Posabjørnin (koalabjørnin) etur t. d. so at siga bara bløð av evkalyptustræinum. Posabjørnin er bara í evkalyptusskógunum í Avstralia. Tað mesta av ævi sínari heldur hon til uppi í trøunum. Hon etur um náttina og svevur næstan 18 tímar um samdøgrið. Tjörneshreppur. Tjörneshreppur er ein lítil kommuna (íslendskt: "hreppur") í Íslandi sum liggur í Norðeysturvaldøminum í Íslandi, og hevur umleið 60 íbúgvar. Borgmeistari er Steinþór Heiðarsson. Frá 2006 til 2010 var Jón Heiðar Steinþórsson borgarstjóri. Jón Heiðar Steinþórsson. Jón Heiðar Steinþórsson var borgarstjóri ("oddviti") í íslendsku kommununi Tjörneshreppur frá 2006 til 2010. Hann er bóndi og býr í Ytri-Tungu. Í 2011 var fólkatalið í kommununi 57. Kommunan liggur á Norðurlandinum. Núverandi borgarstjórin eitur Steinþór Heiðarsson. Vestanstevna. Vestanstevna í Miðvági í 2011, tivoli økið. Vestanstevna er stevna, sum verður hildin í størru bygdunum í Vágum. Til ár 2000 var Vestanstevnan eisini hildin í Vestmanna. Bygdirnar í Vágum sum skiftast um at vera vertir eru: Sandavágur, Miðvágur og Sandavágur. Vestanstevnan er sostatt triðja hvørt ár í hvørjari av hesum bygdum. Í 2012 verður stevnan hildin í Sandavági 14. juli. Í 2011 var stevnan í Miðvági 9. juli, í 2010 var stevnan hildin í Sørvági og í 2009 var Vestanstevnan hildin í Sandavági. Fyrsta Vágastevnan var í Sandavági í 1945. Eisini tá var kappróðurin eitt av hæddarpunktunum. Barnagarður. Ein barnagarður er ein ansingarstovnur fyri børn frá 3 ár til skúlaaldur. Inntil 1990-árini vóru barnagarðar óvanligir á bygd í Føroyum. Tó høvdu í nógv ár verið barnagarðar í Havn og í Klaksvík. Nú eru barnagarðar í flestu føroysku bygdum, eisini teimum smáu. Inuit. Inuk, í fleirtali inuit, er tað heiti, ið grønlendingar og aðrar inuit-tjóðir nýta um seg sjálvar. Orðið merkir "menniskja". Av fólki uttaneftir hava grønlendingar yvirhøvur verið nevndir eskimoar, men her í Føroyum man heitið "skrælingar" vera væl kent. Eskimo. Orðið verður hildið at stava frá indianska málinum, sum nú verður talað í landslutinum Quebec í Kanada. Teir fyrstu, ið nýttu heitið, vóru jesuittatrúboð arar í 17. øld. Ein tulkingin av orðinum er "tey ið eta rátt kjøt", og hon er tann trúligasta. Ein onnur heldur margháttlig tulking setur orðið í samband við orðið "ekskommunikerað ur" (t.e. burturvístur frá katólsku kirkjuni). Grønlendskt mál. Grønlendska málið "(Grønlendskt: kalaallit oqaasii ella kalaallisut)". Umleið 50.000 fólk tala málið; teirra millum eru eisini tvímælingar, ið hava danskt sum hitt málið. Kalaallisut er í ætt við fleiri onnur eskimoisk mál og er partur av eskaleutisku málættini, har eskimoiskt og aleutisk eru høvuðsgreinarnar. Sum í øllum øðrum málum verður skilt ímillum talumálið "kalaallisut" við fleiri høvuðsmálførum, sum tó eru sínámillum fatilig, og skriftmálið "kalaallisut". Grønlendska skriftmálið, ið allir grønlendingar nýta, virkar sum øll onnur standardmál og verður brúkt í útbúgvingarverkinum, í yrkis- og fagurbókmentum, í prentaðum miðlum og til teksting í sjónvarpi. Upprunaliga varð skriftmálið ment við støði í málførunum í Miðvesturgrønlandi, har ið Nuuk liggur, og har var og er eisini týdningarmesti lærustovnurin í Grønlandi, læraraskúlin Ilinniarfissuaq. Haðani kom eisini fyrsta íkastið í grønlendska bókmentaheimin í 1860. Allir grønlendingar skilja tað núverandi skriftmálið, tí at orð- feingið er ment við íkasti úr málførunum fyri sunnan og fyri norðan og frá Avenersuaq (Thule) og Tunu (Eysturgrønlandi). Í Eysturgrønlandi eru tey bæði ráðandi málføraøkini Ammasalikleiðin og Illoqqortoormiutleiðin (Scoresbysund). Í Grønlandi eru trý høvuðsmálføri: Í Aversuaq (Norðurgrønlandi), Tunu (Eysturgrønlandi) og Kitaa (Vesturgrønlandi). Bý. Býur, ella hunangsbýur ("skeivt nevnt" 'býflugur' ("Apidae") liva ikki vilt í Føroyum, men bæði í 19. og í 20. øld hava menn hildið býur. Katólski presturin Georg Bauer, sum búði í Rættará í Havn í húsunum, sum í dag nevnast Christines Minde, var kendur fyri sín framúrskarandi vakra urtagarð, har hann millum annað hevði súreplatrø og býbýli. Bauer kom til Føroya í 1857, og má hetta tí hava verið í seinnu helvt av 1800-talinum. Aftan á seinna heimsbardaga hevði Poul Skade (Schade?), sum var amtsfuldmægtig í Føroyum, saman við ríkisumboðsmanninum hunangsbýur í garði sínum undir Varða í Havn. Tá Skade doyði í 1951, vórðu býurnar sleptar leysar. Tær størru humlurnar livdu hinvegin vilt í Føroyum í víkingatíðini, og í 2011 varð aftur staðfest, at humlur ynglaðu í Føroyum. Filipsoyggjaørn. Henda sjáldsama filipsoyggjaørnin (frøðiheiti - "Pithecophaga jefferyi") úr Filipsoyggjum er av størstu ørnum í heiminum, hon hevur breiðar, kubbutar veingir, so at hon væl fær sveimað og rent seg niður ímillum trægreinarnar og tikið gáloysnar apur. Filipsoyggjaørnin verður 1 m høg og vigar upp í 8 kg. Eiffeltornið. thumbnail Eiffeltornið er 324 m høgt og varð bygt til heimsframsýningina í 1889. Pallurin ovast rúmar 800 fólkum. At sleppa upp á annan pallin mega fólk ganga upp høgar trappur - 700 trappustig – ella fara í lyftu. 360 trappustig eru upp á fyrsta pallin – lyfta er eisini. Keypstaður. Keypstaður er eitt annað orð fyri bygd ella bý. Á íslendskum eitur tað "kaupstaður". Danska orðið fyri keypstað er "købstad". Eftir danskari lóg hevði ein bygd ella býur sum var ein keypsstðaur serlig rættindi, til dømis rætt til egnan dómstól. Hetta var áðrenn kommunalreformin í 1970. Svøríki hevði eisini nakað líknandi, har nevndist tað "Stad". Eins og í Danmark hevði ein "stad" í Svøríki framíhjárættindi líka til svenska kommunalreformin í 1971. Loretta Lynn. Loretta Lynn (14. apríl 1932) er ein amerikanskur country-sangari, sangskrivari og rithøvundur úr Butcher Hollow, Kentucky, USA. Hon hevur selt yvir 45 milliónir eintøk á teimum 42 útgávunum hon hevur útgivið. Millum hennara kendastu sangir eru "Don't Come Home A' Drinkin'", "One's On The Way", "Fist City", "Coal Miner's Daughter" og "You Ain't Woman Enough To Take My Man". Føðistaðurin hjá Lorettu Lynn í Appalakkufjøllum í Kentucky. Hon er dóttir Melvin "Ted" Webb (1906–1959) og Clara Marie (Ramey) Webb (1912–1981). Mamma hennara var av skotskum/írskum og cherokesiskum uppruna. Pápin arbeiddi í kolanámi. Loretta bleiv gift longu sum 15-ára gomul við Oliver Vanetta Lynn, Jr. (1926–1996), vanliga nevndu "Doo". Bert 18 ára gomul átti hon sítt triðja barn. Tá Loretta fylti 21 ár, gav maðurin henni ein Harmony guitar, sum kostaði $17.00 í føðingardagsgávu. Hon lærdi seg sjálva at spæla guitar, og tá hon var 24 ára gomul eggjaði maður hennara henni til at gera nakað meira við tónleikin og gerast sangari. Hon byrjaði so at syngja á Delta Grange Hall í Washington State saman við orkestrinum hjá the Pen Brothers og hjá The Westerners, og tá ein tíð var fráliðin innspældi hon sína fyrstu plátu í februar 1960. Hon gjørdist partur av country-tónleikapallinum í Nashville í 1960-árunum, og í 1967 kom hennara fyrsta av 16 løgum sum nummar eitt á hittlistum. Hon skrivaði ein best-seljara ævisøgu, sum bleiv filmatiserað til Academy Award (Oscar) vinnandi filmin, "Coal Miner's Daughter", við Sissy Spacek og Tommy Lee Jones í 1980. Hon stuðlaði George W. Bush (R) í 2000. Amerikanska sangarinnan Crystal Gayle er lítlasystir hjá Lorettu Lynn. Conway Twitty. Conway Twitty (1. september 1933 - 5. juni 1993) var ein amerikanskur country-sangari úr Friars Point, Mississippi, USA. 1887. 1887 (MDCCCLXXXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum leygardegi. Vilhjálmur Þ. Vilhjálmsson. Vilhjálmur Þ. Vilhjálmsson sum var borgarstjóri í Reykjavík Vilhjálmur Þ. Vilhjálmsson var borgarstjóri í íslenskum høvudstaði Reykjavíkur. Hann er í Sjálfstæðisflokkurinn Íslands. Nationalisma. Nationalisma er ein ideologi, sum sær tjóðina sum tann primera samleikaskapandi faktorurin fyri bólkar av fólkum. Nationalisman er oftast tengd at uppfatanini um eitt "heimland", har tjóðin við teimum serstøku eyðkennunum sum t.d. mál, livimáta, mentan og felags uppruna, hevur sína kjarnu. Nationalisman er eitt slag av kenslum av, at eins egna land, fólk og mentunarligu virðir eru serstøk og sum slík hava uppiborið at verða vard móti hóttanum uttanífrá. Nationalistar stríðast fyri, tað ið tey meta vera áhugamálini hjá teirra tjóð, ella møguliga reagera tey uppá kolonisalismu. Walcheren (skip). Walcheren var flutningsskip hjá hollendska eysturindiska felagnum. Skipið fór á land norðan fyri Kvívík í 1667, og ein partur sakk undir Mykinesi. Tvær kanónir, ið manningin umborð á Tjaldrinum fann í 1979, verða hildnar at stava frá Walcheren. Amtmansborgin. Amtmansborgin í Havn varð bygd í 1881. Gummiskógvar. Gummiskógvar verða av føroyingum roknaðir sum serføroyskt skógvaslag. Undir seinna heimsbardaga róku stundum ballur av rágummi á land í Føroyum. Dávid í Hesti (Hans David Poulsen) keypti hesar ballur frá fólki og virkaði skógvar burturúr teimum. Nú á døgum eru gummiskógvarnir, ið fáast til keyps, gjørdir á verksmiðju. Jón Tyril. Jón Tyril í mai 2008. Jón Tyril varð føddur 23. desember 1973. Hann er sonur Sunnvu og Flóvin Tyril. Hann er uppvaksin í Norðragøtu. Jón Tyril hevur staðið fyri G! Festivalinum líka síðani hesi byrjaði í 2002. Tá var festivalurin eitt eindagstiltak, men hevur síðani ment seg til eitt stórt tónleika- og mentanartiltak, sum varðar tríggar dagar. G! Festivalurin verður hildin á hvörjum ári, vikuskiftið áðrenn Ólavsøku. G! Music, sum skipaði fyri G! Festivalinum, fór eftir festivalin í 2007 á húsagang. Jón var formaður í tí felagnum. Jón Tyril var ein av stovnarunum av bólkinum Clickhaze, sum var slóðbrótandi innan føroyskan tónleik. Jón spældi gittar í Clickhaze. Í 1998 var Jón Tyril við til at stovna tónleikasamtakið Grót, sum hevði til endamáls at skipa fyri konsertum og at betra um umstøður hjá tónleiki og tónleikarum. Grót og Losjan í Gøtu hava líkasíðani havt eitt tætt samstarv, og flestu konsertirnar, sum Grót skipar fyri, verða hildnar í Losjuni. Hetta hevur ført við sær at Losjan er vorðin eitt vælumtókt stað at hoyra nýggjan og spennandi tónleik. Tó vera Grót konsertir nú vanliga í gamla tøting bygninginum í Syrðugøtu. Í 2002 stillaði Jón upp til løgtingsval fyri Tjóðveldisflokkin, men hevur síðani meldað seg úr flokkinum. Framburðsflokkurin (FrP). Framstigsflokkurin ella Framburðsflokkurin (norskt bókmál "Fremskrittspartiet", nýnorskt "Framstegspartiet") (stytt FrP) er ein politiskur flokkur í Norra. FrP var næststørsti flokkur á stórtingsvalinum í 2009 við 22,9 % av atkvøðunum. FrP er liberalistiskur og vil lækka skattin og at tað almenna blandar seg uppí. FrP vil eisini brúka meira av oljupengunum hjá normonnum, og eisini samstarva meira við USA. Flokkurin vil tálma innflytarastreyminum úr eysturheiminum og stuðlar einari strangari integrasjón av tilflytarum. Flokkurin gongur eisini serliga inn fyri strangari herðing av lógum landsins, eitt nú harðari fongsulsdómar, at løgreglan fær vápn, og møguleika fyri at døma lívlangt fongsul. Flokkurin er vanliga í parti við Ísrael tá talan er um ósemjur í Miðeystri. Á heysti 2005 varð Siv Jensen valdur leiðari og á landsfundi í 2006 forkvinna. Annars hevði Carl I. Hagen sitið sum formaður í 28 ár. Næstformaður eru bæði Per Sandberg og Ketil Solvik-Olsen. Ungdómsflokkurin hjá FrPs eitur Framstigsungdómur. Flokkurin varð stovnaður í 1976. 18 ráðharrar manna Solberg-stjórnina í Noregi: 11 umboða Høgraflokkin og sjey Framburðsflokkin. Stjórnarumboðini hjá Framburðsflokkinum eru Siv Jensen, sum er fíggjarmálaráðharri, Solveig Horne, sum er barnamálaráðharri, Ketil Solvik-Olsen samferðsluráðharri, Robert Eriksson arbeiðsmálaráðharri, Tord Lien olju- og orkumálaráðharri, Anders Anundsen løgmálaráðharri, og Sylvi Listhaug, sum er landbúnaðarráðharri. Floksleiðslan. a>i og forkvinna í Framburðsflokkinum. Hon hevur verið flokksleiðari síðan 2006. Republikanski Flokkurin. Republikanski Flokkurin (enskt: "Republican Party", "Grand Old Party" ella "GOP") er ein konservativur, liberalur og kapitalistiskur flokkur, annar av báðum størstu flokkunum í USA (hin eitur Demokratiski Flokkurin). Limirnir verða nevndir republikanarar. Hann roynir nú at linka vápnalógirnar, stuðla Irakskrígnum, tala fyri deyðarevsing, tálma almennari uppílegging, lágan skatt og at USA skal verða sterkt í heiminum. Republikanski Flokkurin er eisini fyri at skerja tær almennu útreiðslurnar. Flokkurin hevur í nógv ár havt sum sjónarmið at mannaættin ikki er orsøk til at heimurin gerst heitari. Flokkurin hevur millum annað mett at óneyðugt er at avmarka oljunýtsluna. Summi vilja vera við, at flokkurin skal gerast meira konservativur, meðan onnur siga sum so, at fyri at fáa fleiri amerikanarar við, noyðist flokkurin at sleppa konservativu virðunum, og til dømis stuðla samkyndum. Ein av teimum, sum leingið hevur gjørt fólki greitt, at Republikanski Flokkurin skal finna nýggj nýmótans virði og taka ímóti ungóminum, er Cindy McCain. Hon hevur javnan skeldast við konservativa politikarar og fjølmiðlafólk, og er serstakliga væl dámd á Twitter. Summi vilja enntá vera við, at hon er ein av teimum komandi stórpolitikarunum í Republikanska Flokkinum. Kend nøvn hava verið forsetarnir Abraham Lincoln, George W. Bush, Theodore Roosevelt, Dwight D. Eisenhower, Richard Nixon og Ronald Reagan. Reince Priebus er floksleiðari fyri GOP. Úrslit av forsetavalum. Henda talvan vísir úrslitið hjá Republikanska Flokkinum á forsetavalum síðan 1856. Jarðskjálvti. Jarðskjálvtar krevja ofta nógv mannalív. Jarðskjálvti; brádligar rørslur í jarðarskorpuni, sum elva til harðligar ristingar. Ein jarðskjálvti kemur av, at tvær plátur glíða hvør móti aðrari. Rivan, sum tær glíða framvið, verður kallað umskaring. Tá ið tær flyta seg, elva tær til ristingar í jørðini. Jarðskjálvtar kunnu vera so harðir, at teir fáa heilar bygningar at rapa. Harðastu jarðskjálvtarnir eru í Japan. Í 1923 doyðu 143 000 fólk í einum jarðskjálvta. Føroyar eru langt frá einum plátumóti, har harðir jarðskjálvtar kunnu vera. Tó kunnu veikir jarðskjálvtar vera her. Í 1967 var ein veikur jarðskjálvti í Suðuroy, sum fólk í oynni merktu. Á markinum millum jarðarplátur, eitt nú í Turkalandi, Japan ella í Kalifornia við amerikonsku vesturstrondina, kann ein jarðskjálvti fáa jørðina at skelva so harðliga, at hús rapa og vegir brotna. Tá støkka ofta gassleiðingar sundur og elva til nógvan eld. Ofta doyggja fleiri fólk av eldi enn av rapaðum húsum. Í londum og býum, har jarðskjálvtar ofta eru, royna tey at verja seg so væl sum gjørligt. Til dømis royna tey at byggja soleiðis, at bygningarnir tola harðan skjálvta. Tó verða neyvan allir bygningar bygdir soleiðis, sum teir eiga. Ein jarðskjálvti kann koma uttan nakra ávaring. Tó eru ofta smáir skjálvtar undan einum stórum skjálvta. Ristingar, elvdar av jarðskjálvta, verða máldar við einum tóli, sum nevnist seismografur. Fyri at kunna ávara fólk so skjótt sum gjørligt, máta vísindafólk neyvt allar ristingar í jarðarskorpuni. Tey brúka seismograf, eitt málitól, sum er fest í føstu helluna. Seismografurin er sera viðkvæmur og mátar allar ristingar, sjálvt hinumegin á jørðini. Skatval. Skatval er ein býur í Stjørdal kommunu í Noregi, og hevur umleið 2 000 íbúgvar (um leið 800 búgva inni í miðbýnum). Ólavur Engelbrektssonur, aðalsmaður og erkabiskupur í Trondheimi, læt byggja eina borg á Steinvikholminum 1525–1532. Skatval var sjálvstøðug kommuna 1902–1962, men í dag er býurin partur av Stjørdal kommunu. 1853. 1853 (MDCCCLIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Horsens. Horsens er ein býur í Horsens kommunu í Eysturjútlandi. Fólkatalið var 55 884 í (2014), tað er 8. størsti býur í Danmark. Horsens kommuna er í Región Miðjútlandi. Horsens Statsfængsel er eitt av stóru fongslunum í Danmark. Horsens Statsfængsel. Horsens Statsfængsel er eitt av stóru fongslunum í Danmark. Elektrisitetsverkið í Botni. Botnur og vatnorkuverkið í Botni, sæð frá vegnum við Ryskivatn. Elektrisitetverkið í Botni, Suðuroy, er tað fyrsta elektrisitetsverkið ið varð bygt í Føroyum. Ljósfestin. Í bókini hjá Poul Andreasen byrjar hann við at greiða frá um ljósfestin, ið varð hildin í gamlaskúla á Oyralaði, tann 18. juli 1921. Oddamaðurin fyri hesum var Petur Dahl á Gørðunum, sóknarstýrisformaður. Hann helt talu, bjóðaði fólki vælkomnan og trýsti á eina kontakt og skúlastovan strálaði við elektriskum ljósi. Í alt vóru umleið 100 fólk til hetta tilhald. Ætlanir um at fáa elektrisitetsverk. Føroyingar høvdu verið í Danmark, og har sóu teir alt hettar elektrisitetið ið har var, og hettar vildu teir eisini hava í Føroyum. Í 1919 bað løgtingið norska verkfrøðingin Håkon Blaauw koma og kannað áir og vøtn í Føroyum, og gera eina frágreiðing um vatnnýtslu og drívmegi (hvussu til bar at fáa hettar at virka í Føroyum). Eisini kom ein annar verkfrøðingur, Sætersmoen. Báðir komu við frágreiðingini í 1922, men tá var elektrisitetverkið longu liðugt, teirra frágreiðing var tó eisini til alt Føroyar. Nýtt sóknarstýri,fundur og viðurkenning. Nýtt sóknarstýri kom í 1918, Petur Dahl varð valdur til sóknarstýrisformann. Teir høvdu 11 mál, ið teir fundaðust um, har ímillum vóru at fáa verkfrøðingar til Føroya at kanna møguleikarnir til elektrisitetverkið. Vágs kommuna var væl fyri fíggjarliga, men tað bleiv tosað nógv aftur og fram um lánini, ið mundu takast til hettar arbeiði, men alt bleiv viðurkent, og skuldi farast í gongd beinanvegin, áðrenn alt bleiv dýrari. Arbeiði byrjar. Arbeiði fór í gongd seint í 1919. Á odda var Håkon Blauuw og aðrir verkfrøðingar, innstallatørar & montørar. Tilfarið teimum tørvaðu varð flutt av Eiðinum og til Botn. Sjálv støðin var niðri í Botni, ætlað var at byggja eina minni støð við Miðvatn, men tað bleiv til einki. Tey trý vøtnini eita Ryskivatn, Miðvatn og Tindalíð. Veruliga byggingin var við Ryskivatn. Tað vóru rør bygd gjøgnum hesi trý vøtn, og niður í støðina í Botni. Vesturi á Eiðinum høvdu teir eisini lagt ein elektrisitetslinju, so at útróðrarmenninir kundu lættari hála bátarnir upp á land. Fyrsta húsið í Vági ið var roynt til kóking við elektrisiteti, var hjá Trinu og Óla hjá Mikku. Botn. Í Botni búðu eisini fólk, men eingin vegur var (kom 40 ár aftaná elektrisitetið), so vøran mátti berast ella førast við báti av Eiðinum. Tá Spanska sjúkan gekk, slapp eingin úr ella í Botn. Í Botni búðu hjúnini Anna og Christian Thomsen og tey áttu 4 døtur og 5 synir. Lán. Prísirnir øktist hesa tíðina, tað var ikki gott fyri kommununa, ið hevði tikið fleiri lán. Alt bleiv dýrari enn ætlað, og eisini var nógv renta. Lán var frá privatum, sparikassanum og statslán, alt lánið íalt var 919.417. Tíðirnar versnaðu og kostnaður. Tíðirnar versnaðu frá tí elverkið opnaði og framyvir 20-ini og 30-ini. Vágur lá gott fyri við fiskiskapi, men ikki í krígnum. Lítið kom inn fyri elektrisitetið, tí fólk spardu, og tað bleiv lítið brúkt. Petur Dahl skrivaði amtmanninum eitt bræv um hvussu harmur hann var um viðurskifti, og eingin peningur kom inn. Kostnaðurin fyri elið var hettar, eitt fast árligt gjald fyri innlagdar málarar var 6 kr og var hann dupultur var tað 12 kr. 40 oyru fyri ljós, kóking var 5½ oyra. Tað bleiv broytt av at tíðin var so ring, ljósið var tað sama men kóking minkaði til 3½ oyra. Tað fasta gjaldið hækkaði tó, ein einkultir 24 kr og dupultur 36 kr. Hetta dámdi ikki fólkinum, og tey sendu tí eitt skriv til sóknarstýrið, við yvir 100 undirskriftum. Tað kostaði ov nógv, tí skattur var nógvur og hettar var ein keðilig tíð. Arbeiðsfólk í Botni. Fyrsti maskinmeistari var Christian Thomsen, síðani sonur hansara og nógvir aðrir. Eisini vóru nógv hjálparfólk t.d. Akra-Petur, Johan Djurhuus og sonur hansara og nógvir aðrir. Tað var Johan Djurhuus, ið yrkti kvæði um Huldugentuna, meðan hann búði í Botni. Vatntrot. Undir krígnum var elektrisitetsnýtslan økjandi. Tað regnaði nógv og vøtnini vóru full, men nakrir mánaðir aftaná bleiv vatntrot og teir máttu steðga elektrisitetinum um náttina. Tá mátti prísurin hækkast úr 5 oyrum til 8. Nýggj rør. Nú var tørvur á nýggjum rørum, so tey máttu aftur taka lán, tað ornaði sóknarstýrið fyri. Tey komu við damparanum “Lingtroom”, men tey lógu í nógv ár á keiøkinum og niðan fyri skúlan. Vegur var lagdur niðan til Botn, so tey kundu sleppa niðan við rørunum. Tað tók eitt ár at gera liðugt. Felagið æt "Elfelagið Suðuroy" frá 1955. Háspenningslinjir. Bert ein háspenningslinja var, hon var í Vági. Men ein var gjørd til Tvøroyri og Øravík. Seinni til Lopra, so Porkeri. Síðani var stórt arbeiði gjørt, til Sumbiar, Víkarbyrgis, Akrar, Hovs, Fámjins, Hvalba og Sandvík. Nógvir upprunapelar standa enn. Elfelagið Suðuroy. Nú skuldi fundur haldast um at allar kommununnar skuldu verða í einum elfelagið, øll komu við uttan Hvalba, tí tey høvdu eitt motorverk við tveimum motorum, men komu tó við tvey ár seinni. Felagið yvirtók alt uttan gøtuljósini, tá skuldu kommununnar enn hava. SEV. Nú var aftur fundur hildin um at alt Føroyar skuldu verða í einum elfelagið, SEV. Teir hildu at alt fór at ganga betur í einum felagsskapi. SEV sendi so eitt skriv uppá tær treytir ið fóru at verða, øll vóru glað um ætlanina. Íalt vóru 6045 fólk í Suðuroy. Elfelagið Suðuroy fór uppí SEV í 1963. Elverkið á Oyrunum. Vágsverkið á Oyrunum í Vági Í september 1982 varð nýtt elektrisitetsverk bygt á Oyrunum í Vági, tað er á syðru síðu av fjørðinum. Tað varð liðugt uppá eitt ár. Settir vóru tveir dieselmotorar, tað skuldi takast til tá ið elektrisitetverkið í Botni ikki kundi klára elektrsitetstørvin í Suðuroy. Ein automatisering var eisini gjørd, so at bæði dieselverkini í Trongisvági og elektrisitetverkið í Botni eru nú fjarstýrd frá verkinum á Oyrunum. Umsitingarhúsið í Lágabø. Stutt eftir at elverkið varð bygt, var farið undir at byggja stóran umsitingarbygning í Lágabø. Har var bústaður hjá virkisleiðaranum og til skrivstovur og goymslurúm, eisini var telefonstøðin har. Fyrsti verkstjóri var Hans H. Hamnæs, síðani K. H. Lystbæk og aðrir. Skrivstovufólk vóru fyrst Petur Dahl við Krosslið, so Sørin Madsen og fleiri onnur. Bókhaldarar vóru Bjarki Hjelm, Hans Andreasen og Anna Elisabeth Strøm. Fjallavatn. Fjallavatn er næststørsta vatn í Føroyum og ligur í Vágum. Vatnið er 1 km² til víddar. Paraguai. Paraguei ella Paraguai er eitt land í Suðuramerika. Grannalond eru Argentina, Bolivia og Brasil. Landið er 406.752 m2. Tann stóra áin Paragueiá sker landið í tvíningar. Stívliga 6,8 milliónir fólk búgva í Paraguei, av teimum búgva 44 % í býunum. Høvuðsstaður er Asunción, har búgva 519.000 fólk. Høvuðsmálið í Paraguei er spanskt, men flest øll tosa eisini tað gamla indiánamálið, guarani, og í býunum tosa summi bara spanskt. Paraguei gjørdist óheft av Spania í 1827. Mesti útflutningurin er bummull og soyabønir. Tá ið tað hevði verið partur í spanska hjálandaríkinum í úti við 300 ár, gjørdist landið sjálvstøðugt í 1811. Síðan hava einaræðisharrar stýrt landinum næstan alla tíðina. Gitnastur var Alfredo Stroessner herovasti, sum ráddi í 35 ár, til kvett varð gjørt ímóti honum í 1989, og hann varð settur frá. Nú verður roynt at byggja landið upp. Chacokríggið. Síðan miðskeiðis í 19. øld vórðu Paraguei og Bolivia ósamd um, hvør skuldi hava yvirvaldsrætt yvir Chacolendinum, eitt oyðið øki - 250.000 km2 - ímillum tey bæði londini. Í 1920-árunum varð hildið, at stórar oljukeldur vóru har, og altjóða áhugi varð fyri økinum. Í 1928 vórðu vápnaðir samanbrestir ímillum londini, og Paraguei, sum var nógv minni og hevði færri fólk, bað Fólkasamgonguna fáa semju í lag. Men allar senmingsroyndir miseydnaðust, og í 1932 brast veruligt kríggj á. Paraguei, sum varð hildið at verða óseki parturin í krígnum, tók seg skjótt fram. Tá ið kríggj hevði verið í trý ár, ið kostaði trimum bolivianarum og tveimum paragueiarum lívið fyri hvønn ferkilometur, sum tikið varð til, hevði Paraguei fingið ræðið yvir næstan øllum økinum. Umstøðurnar hjá hermonnunum í Chacolendinum vórðu ræðuligar. Stundum bardust 50 000 mans úr hvørjum landi í tættasta regnskógi og kjarrlendi ella í vandamiklum mýrlendi. Í turrtíðini varð næstan ikki vatndropi at fáa. Líka nógvar hermenn doyðu av malaria og lívsýki sum í bardøgum. Nógvu eiturormarnir gjørdu sítt til, at so mangir hermenn doyði. Kríggið hevði mergsogið báðar partar, og við altjóða hjálp avtalaðu tey vápnahvíld, og í 1938 var friður. Chaco varð býtt sundur, og Paraguei fekk meginpartin. Landafrøði. Høvuðsstaðurin, og einasti stórbýurin í landinum, eitur Asunción, eini 540 000 fólk búgva í býnum. Hann er eystan Paragueiá. Tað, ið eyðkennir býin, eru rætthyrnta vegakervið við breiðum, trægirdum vegum og mongu, vøkru viðarlundirnar. Asunción hevur varðveitt sniðið og dámin úr sponsku hjálandatíðini. Í Norðurparaguei er Gran Chaco, ið er óføra stórt gras- og skógarlendi. Einastu fólk, sum búgva her, eru guraní- og macáindiánarnir. Macáindiánar selja ferðafólki t.d. handvovnar taskur. Búskapur. Av tí at Paraguei er langt inni í meginlandinum, stór lendi eru óbygd og lítið náttúrutilfeingi er at taka av, er landið eitt av fjónaðu londunum í heiminum. Helmingurin av fólkinum í Paraguei er jarðyrkisfólk. Ovurstóra Itaipú-orkuverkið ger so nógv ravmagn, at stórar nøgdir verða seldar Brasil. Roynt verður eisini at menna ymsar nýggjar ídnaðargreinir, so at landið skal ikki verða so bundið at landbúnaðinum. Mentan. Í Paraguei búgva umleið 40 000 indiánar. Teir hoyra til 18 ymsar ættbólkar, og hvør ættbólkur tosar sítt mál. Eini hundrað ár eftir tað, at Spania hevði lagt Paraguei undir seg í 1536, fóru jesuittatrúboðarar at kristna paragueiar. Jesuittar, katólskur trúarflokkur, bygdu trúboðarastøðir og stórar steinkirkjur og vardu guaraní-indiánarnar fyri fíggindum sínum. Tá ið jesuittarnir vórðu riknir av landinum í 1767, fullu bygningar teirra í órøkt; teir verða nú umvældir. Politikkur. 53 forsetar hava rátt í landinum. Alfredo Strössner úr Coloradoflokkinum er tann, sum hevur sitið longst við ræði. Hann sat sum forseti frá 1954, til hann í 1989 var frákoyrdur í statskvetti. Hjarta. Menniskjahjarta - 1. Høgra forkamar (atrium dextrum) 2. Vinstra forkamar (atrium sinistrum) 3. Vena cava superior 4. Aorta bogin (arcus aortae) 5. Lungaarterian (truncus pulmonalis) 6. Lungavenan (venae pulmonales) 7. Mitral klappin (valva mitralis) 8. Aorta klappin (valva aortae) 9. Vinstra hjartakamar (ventriculus sinister) 10. Høgra hjartakamar (ventriculus sinister) 11. Vena cava inferior 12. Trikuspid klappin (valva tricuspidalis) 13. Lunga klappin (valva trunci pulmonalis) Hjarta (latín: "cor," genitiv "cordis") er gagn, ið pumpar blóð runt í kroppinum á menniskjum og djórum. Hjarta er ein vøddi, men hevur eisini streymleiðandi vevnað og hjartaklaffar. Uppbygnaðurin á hjartanum sæst á myndini til høgru. Hjarta á menniskjanum, súgdjóri og fugli er býtt sundur í fýra kømur, sum eru skild sundur við fýra klaffum, hjá skriðdjóri og paddu eru trý kømur og hjá fiski eru tvey kømur. Hjarta á einum menniskja er nøkulunda líka stórt sum ein knýttur nevi og er mitt í bróstkassanum ("thorax") eitt sindur til vinstru fyri miðlinjuna á kroppinum. Í hvílu slær hjarta umleið 60-100 sløg um minutti. Iltað blóð verður pumpað út í ringrásina gjøgnum høvuðspulsæðrina ("aorta") og ófiltrað blóð gjøgnum lungnaarteriuna út í lungnaringrásina. Bygnaður. Menniskjahjartað vigar umleið 300 gramm og er umleið 12x9x6 cm til støddar. Hjarta er í bringukassanum beint uppi yvir diagphragma Forkømurini trekkja seg saman og blóðið verður pumpað niður í hjartakømrini. Húsa kirkja. Húsa kirkja varð vígd 11. juli 1920, og tað var Jákup Dahl, próstur, ið vígdi kirkjuna. Anna Mattsson. Anna Mattsson er svenskur rithøvundur, fødd 1966. Anna Mattsson hevur givið út 6 yrkingasøvn: "Återvändo" (1988), "Till dagarna" (1990), "Spådom" (1991), "Ännu" (1997), "Det snöar i Kambodja" (2005) og " Gränsglaset" (2009). Best er hon tó kend fyri skaldsøguna "Alexandras rum" (1994), ið Tóroddur Poulsen hevur týtt til føroyskt við heitinum Rúm Alexandru, og framhaldið "De ensammas hus" (2004). Anna Mattsson hevur eisini týtt føroyskar bókmentir til svenskt, m.a. yrkingar eftir Tórodd Poulsen. Kapitalisma. Kapitalisma (eisini nevnd eyðvald) er ein búskaparskipan grundað á privata ognarrættin av vinnutólunum og vinningi. Sermerkt fyri kapitalistisku búskaparskipanina er privati ognarrætturin, samsýning fyri arbeiði (t.d løn), sjálvboði býti av vørum og tænastum og ein kappingarførur, prísásetandi marknaður. Í sínum einfaldasta sniði er kapitalisma sostætt rætturin at býta um veitingar (t.d keyp og søla) uttan avmarkingar. Búskapurin í einum kapitalistiskum samfelag kallast marknaðarbúskapur, og er eyðkend við, at prísstøði í samfelagnum verður stýrt av útboði og eftirspurningi. Hetta merkir at virði (prísurin) á eini vøru ella tænastu sum útgangsstøði ikki er hægri enn tað, sum keyparin er áhugaður í at rinda, men heldur ikki lægri enn tað, sum seljarin er áhugaður í at selja fyri. Er stórur umsetningur av viðkomandi vøru ella tænastu, verður prísurin roknaður sum tann miðalprísur, ið flestu keyparar á marknaðinum eru áhugaðir í at rinda, sammett við tann prís, ið flestu seljarar eru áhugaðir í at selja fyri. Yvir tíð fer prísurin á marknaðinum sostætt at leggja seg í eina príslegu, ið keypari og seljari eru samdir um. Til tess at fremja kapitalistisku búskaparskipanina bera fortalarar fyri búskaparskipanini javnan fram, at neyðugt er við einum lágum skattatrýsti á einstaklingum og fyritøkum, og at valdi hjá landinum skal vera avmarkað. Politisku hugsjónirnar sosialisma, anarkisma og kommunisma høvdu sín uppruna sum eitt mótspæl til kapitalistisku búskaparskipaninar í Evropa í 18. og 19. øld. Størsti parturin av londinum í heiminum nýta tó marknaðarbúskap, herímillum í USA og øll lond í Evropa. Í Føroyum og Danmark er ognarrætturin vardur í grein 73 í grundlógini og í Evropeiska Mannarættindasáttmálanum. Grein 73 í grundlógini ásetur, at ognartøka einans kann fara fram sambært lóg, við almannagangligum virksemi sum endamál, móti fullum endurgjaldi av marknaðarvirðinum av tí ognartikna lutinum. Sosialisma. Sosialisma, eisini nevndir javnaðarstevna, er ein politisk hugsjón, sum kann sigast at hava søguligar røtur langt aftur í tíðina. Men teir fyrstu sosialistnir í modernaðari tíð vóru Henri Saint Simon og Charles Fourier í Fraklandi og Robert Owen í Onglandi. Seinni kom Karl Marx og Friedrich Engels á pallin. Teir grunnløgdu tað vísindaligu sosialismuna í mótsetning til sosialismuna hjá Saint Simon og Owen sum teir kallaðu utopiska. Marx finst at kapitalistiska marknaðarbúskapinum og harvið privata ognarættinum til framleiðslutólini. Hansara atfinnagar eru grundaðar á kanningar av kapitalistiska búskapinum. Í sínum høvuðsverki Kapitalurin vísur hann at fríi marknaðurin skapar permanent afturvendandi kreppur og er ein forðing fyri búskaparligum vøkstri og tøkniligum framburði. Afturat tí skapar kapitalisman fátækradømi fyri serliga arbeiðarastættina. Hansara alternativ til marknaðarbúskapin er ætlanarbúskapurin, har staturin eigur meginpartin av framleiðslutólinum. Staturin skal stýra marknaðarkreftinum. Á tann meinar Marx at tað kann sleppast undan afturvendandi kreppinum. Máli hjá sosialsmuni er at avskaffa fátækradømi, samfelagsstættirnar og statin. Marx meinti at sosialisma bara kundi koma ígjøgnum við eini kollvelting. Marx greiddi frá at sosialismu fyrsta stigi á leiðini til kommunismu. Ein tílík kollvelting bleiv veruleiki í 1917 við Vladimir Lenin á odda. Seinni er kommunisma ofta sett í samband við stýri í Sovjet. Arðir sosialistar sum sosial-demokratarnir meina ikki at tað er neyðugt at við kollvelting fyri at innføra sosialsmu. Greiðastu mótsetningar til sosialismu eru kapitalisma og liberalisma. Kommunisma. Kommunisma (eisini nevnd samognarstevna) er ein er politisk hugsjón, ið byggir á hugsjónina um, at ognarrætturin yvir framleiðslutólunum og vinningi skal vera á almennum hondum, og at privati ognarrætturin skal vera forboðin. Orðið "kommunisma" hevur sín uppruna í bókini "Projet de communauté philosophe" eftir franska heimsspekingin Victor d'Hupay frá 1777. Heiti kemur av franska orðinum "commune", ið merkir kommuna. Kendasta nútímans útleggingin av politisku hugsjónini hevur sín uppruna í smáritinum "Manifest der Kommunistischen Partei" (kommunistiska stevnuskráin), eftir týsku heimsspekingunum Karl Marx og Friedrich Engels frá 1848. Hugsjónin hjá Karl Marx kallast "marxisma" ella "klassisk kommunisma." Flestu útleggingarnar av kommunistisku samfelagshugsjónini skoða semfelagið sum eitt stríð millum tvær høvuðsstættir: borgarastættin ("bourgeoisie"), og verkamannastættin ("proletariati"). Borgarastættin eigur vinnutólini og rávørurnar, og ræður sostætt yvir kapitalinum í samfelagnum. Við hesum kapitali kann borgarastættin keypa arbeiðsmegi frá verkamannastættini, ið virðisøkir rávøruna, sum síðani kann seljast víðari við vinningi. Klassiska kommunisman heldur uppá, at hendan virðisøking (vinningurin) ikki kemur verkamannastættini til góðar, eftirsum hon einans móttekur eina fasta samsýning (løn) fyri arbeiði sítt. Kommunistiska loysnin uppá trupulleikan er, at felagsskapurin skal ognartaka vinnutólini, soleiðis at allir landsins borgarar kunnu fáa lut í virðisøkingini. Fyri at røkka hesum máli er neyðugt at avtaka privata ognarrættin, og at stovna ein sterkan felagsskap, ið gjøgnum sín fullkomna ognarrætt tryggjar javnrætt í samfelagnum. Aðrar stættir innan klassisku kommunismuna er smáborgarastættin ("petite bourgeoisie"), ið eigur vinnutól, men ikki keypur arbeiðsmegi frá verkamannastættini, og fátækrafólkið ("lumpenproletariat"). Kommunisma í heiminum í dag. Meginparturin av heiminum í dag, nýtur marknaðarbúskap ella blandaðan búskap. Undir hesi skipan hava bæði tað privata og tað almenna ein virknan leiklut í búskapinum; Privatar fyritøkur skapa kapital í samfelagnum við framleiðslu og sølu av vørum og tænastum, og rinda skatt og avgjøld av vinningi sínum. Tað almenna nýtur síðani hesar inntøkur til at seta á stovn almannagagnligt virksemi (t.d skúlar og sjúkrahús), ella til at keypa vørur og tænastur frá tí privata. Soleiðis er eisini í londum sum Kina, hvørs stjórnarskipan formliga lýsur landi at vera kommunistiskt. Aðrir statir, hvørs stjórnarskipanir formliga hava lýst londini at vera kommunistisk, eru til dømis Kuba, Norðurkorea og Sovjetsamveldið. Liberalisma. Liberalisma ella frælsistevna er ein politisk hugsjón, har týdningarmest er at leggja dent á frælsi og møguleikar hins einstaka, veikan stat og lágan skatt. Liberalisma verður mett at vera ráðandi politiska hugsjón í Vesturheiminum. Harafturat eru javnrættindi týdningarmikil liður í liberalismu, t.e. øll skulu hava somu rættindi og somu møguleikar. Allir borgarar og øll vinna skulu hava fullan rætt til at virka innanfyri somu galdandi lógarkarmar. Týdningarmikið við liberalismu er eisini, at tey, sum arbeiða, skulu fáa pengar, meðan tey, sum ikki arbeiða, meira ella minni ongar pengar skulu fáa. Í fronsku kollveltingini vóru loysanarorðini ’’frælsi, javnaður og brøðralag’’. Liberalisman setur frælsi í hásæti. Í 1789 kom mannarættindayvirlýsingin, sum í 17 greinum vísir á grundleggjandi menniskjarættindi. Í 19. øld vóru mong hugtikin av liberalismu. Øll skuldu hava sama rætt at siga sína hugsan bæði í skrift og talu. Liberalistisku sjónarmiðini ávirkaðu eisini fíggjarstøðu landanna. Greiðastu mótsetningar til liberalismu eru sosialisma, kommunisma og marxisma. Meðan statirnir eru tann grundleggjandi eindin í merkantilismu og kommunismu, er einstaklingurin grundleggjandi eindin í liberalismu. Hugsanir í liberalismu kunnu í stóran mun knýtast til hugsanir Johns Lockes (1632- 1704) og Adams Smiths (1723-1790). Smith vildi vera við, at tann einstaki er sjálvsøkin, men at tað er ein fyrimunir fyri samfelagið sum heild. Adam Smith helt, at um øll í einum landi gera tað, sum loysir seg best fyri tey sjálvi, so er hetta eisini gott fyri heildina. Smith skrivaði í 1776 bókina "The Wealth of Nations". Hetta verk var ætlað sum ein atfinning at verandi merkantilistisku skipan. Um hetta mund vóru nógvar avmarkingar fyri búskaparligum virksemi galdandi. Merkantilistiska skipanin hevði lagt upp til, at stjórnir skuldu leggja seg út í búskaparligar stýringar av vinnulívi við tí endamáli at veksa um útflutning og avmarka innflutning. Á henda hátt fóru lond at standa seg betur í kappingini mótvegis øðrum londum, og hetta hevði týdning fyri ríkidømi í einstaka landinum. Smith hevði eina aðra fatan. Hann grundgav fyri fríhandli og bert avmarkaðari uppílegging frá politiskari síðu. Tað, at marknaðurin skal vera fríur, merkir ikki, at øll kunnu gera, sum tey vilja. Ein fortreyt fyri liberalismu er, at statirnir tryggja frælsi hins einstaka. Frælsi skal ikki nýtast til at snýta onnur, og er tað soleiðis, at vit á einum øki í samfelagnum fáa eina monopolfyritøku, so skal hon annaðhvørt upploysast í fleiri smærri fyritøkur. Tær strongu kappingarlógirnar, sum eru galdandi í Vesturheiminum, eru júst gjørdar við tí fyri eyga at tryggja ein sterka kapping. Hetta er liberalistiskur vinnupolitikkur. Sjálvur hornasteinurin í einum liberalum búskapi er privatur ognarrættur. Tá ið tilfeingið er á privatum hondum, er størri vilji at gagnnýta tilfeingið effektivt. Adam Smith var av tí áskoðan, at fríur handil er av størsta týdningi, og at staturin ikki eigur at leggja seg út í marknaðin, tí at marknaðurin er sjálvregulerandi. Hann doypti hesa mekanismuna "ósjónliga hondin" (enskt: "The invisible hand"). Aftaná Seinna heimsbardaga tók av álvara eitt liberalistiskt rák seg upp í heimsbúskapinum. Endamálið var m.a. at menna heimshandilin við tí grundgeving, at handil er drívmegin aftanfyri vøkstur og búskaparligari menning. Tað finnast nógv ymiskt sjónarmið innan liberalismu. Tað er tey, sum leggja dent á búskaparliga javnstøðu og leggja seg upp ímóti sosialliberalistiskum sjónarmiðum, meðan onnur halda, at frælsi hins einstaka er týdningarmeiri enn sosialt rættvísi. Klassisk liberalisma leggur dent á einstaklingin, ognarrættin, atomismu, laissez-faire kapitalismu (búskaparlig liberalisma ella kapitalisma). Tann modernaða liberalisman hevur positivari áskoðan á stjórnina. Góðkenning av ávísari redistributión og laissez-faire kapitalisman vrakað. Í USA eru demokratar tað, sum amerikanarar kalla «liberalir» (vinstrahallir). Á tí høgrahallu síðuni í Evropa finnast fleiri rætningar, eitt nú sosialliberalisma, liberalisma og klassisk liberalisma. Anarkisma. Anarkisma er heimspekilig og politisk hugsjón, sum vil avtaka alla almenna stýring. Ofta er funnist at anarkismu fyri at bera dám av lógloysi og kaosi. Anarkisma merkir "Uttan vald" og høvuðstankin aftanfyri hana er, at øll skulu gera sum tey vilja. Eingi anarkistisk samfeløg eru til uttanFrístaðurin Christiania í Keypmannahavn, Danmark. Politisk hugsjón. Ein politisk hugsjón (danskt: Politisk ideologi) er skipan av samanhangandi hugtøkum. Dømi: Liberalisma, Kapitalisma, Sosialisma, Kommunisma, Anarkisma Arlington. Arlington er eitt fylki ("county") í amerikanska stakríkinum Virginia. Í fylkinum búgva umleið 236 túsund fólk. Tað liggur beint yvir av Potomacánni úr Washington DC. Landøkið var upprunaliga partur av DC, men varð Virginia afturgivið í 1847. Arlington fylki er við einum landøki á 67,3 ferkilometrar hitt minsta fylkið í øllum USA landafrøðiliga. Í fylkinum liggur millum annað Pentagon og Arlingtons Tjóðargravlund. Arlington kirkjugarðurin er ein hermannakirkjugarður, har allir hermenn eru grivnir síðan Amerikanska Borgarakríggið í 1861-1865. Seinasta kríggið er tað í Afghanistan og Irak, og tey falnu í hesum krígnum liggja í einari serligari deild, har teirra kæru koma at minnast tey falnu og fyri at hitta onnur, sum hava fingið somu lagnu. Hovstunnilin. Hovstunnilin eitur tunnilin millum Øravík og Hov í Suðuroy. Tunnilin varð alment tikin í nýtslu leygardagin 20. oktober 2007. Tað er íslendska felagið Ístak, sum hevur staðið fyri arbeiðnum. Nýggi tunnilin er meginferðsluæðrin, ið bindur saman Suðuroyar norðaru og sunnaru helvt, og hann avloysir gamla vegin um Hovsegg, sum varð tikin í nýtslu 1. oktober 1958. Hátíðarhald varð hildið tann dagin tá tunnilin læt upp. Tvøroyrar Hornorkestur spældi, Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverk bjóðaði vælkomin, røður vóru hildnar av táverandi løgmanni Jóannes Eidesgaard og av táverandi landsstýrismanni í vinnumálum Bjarna Djurholm, sum eisini slapp at skera silkibandi av, sum hekk tvørtur um tunnilsmunnan, tað gjørdi hann við grindaknívi. Eftir røðurnar gingu, runnu ella súkklaðu fólk gjøgnum tunnilin, síðan slapp fyrsti bilurin at koyra í gjøgnum tunnilin við Poul Midjord úr Hovi handan ratti. Poul Midjord var tá 85 ára gamal. Hann varð eisini fyrstur at koyra eftir gamla vegnum um Hovsegg í oktober 1958. Seinni var hátíðarhald bæði í Øravík og á Tvøroyri. Ferðslan økt. Tað árið tá Hovstunnilin læt upp seint í oktober 2007 koyrdu í meðal 1035 akfør um Hovsegg (tølini eru frá Landsverk). Árið eftir í 2008 var talið av bilum sum koyrdu á strekkinum millum Hov og Øravík økt við 30% til 1351 akførum í meðal um samdøgrið. Tuberklar. Tuberklar ("tuberculosis") er smittandi sjúka elvd av tuberklabakterium: Mycobacterium tuberculosis, Mycobacterium africanum ella Mycobacterium bovis. Bakterian kann loypa á ein og hvønn part í kroppinum, men sum oftast setur sjúkan seg í lunguni. Bakterian, ið elvir til sjúkuna, varð funnin av Roberti Koch í 1882. Eitt fólk við ikki viðgjørdari lungnatuberklasjúku kann smitta, tá ið tað harkar og hostar slím upp. Tað er fyrst og fremst fólk í húskinum, ið verða smittað. Røsk fólk eru ógvuliga mótstøðufør móti smittu, men er ein heilsuliga veikur, er lættari at verða smittaður. Eru 100 fólk í smittuvanda, verða umleið 30 smittað. Men millum hesi 30 fer bert ein til tveir persónar at fáa tuberkulosu innan 1 til 2 ár, og afturat hesum fara 1 til 2 persónar seinni at fáa tuberkulosu. Hetta merkir, at millum 100 persónar, ið vera fyri smittu við tuberkulosu fáa bert 4 sjúkuna. Restin fær ongantíð tuberkulosu. Tuberklar í Føroyum. Í fyrra helmingi av 20. øld vóru tuberklar rættiliga vanligir í Føroyum, tað smittaði serliga illa umborð á føroysku sluppunum, har menninir búðu tætt saman. Tá ið teir komu heim smittaðu teir so konu og børn. Nógv doyðu av sjúkuni. Í nýggjari tíð er sjúkan ikki so deyðilig sum fyrr, nú eru nógv betri viðgerðarmøguleikar. Tað hava tað verið einstakir tilburðir í Føroyum í nýggjari tíð, í 2013 vóru tríggir nýggir tilburðir og nógv fólk vórðu kannað fyri sjúkuni. Tey, sum vóru sjúk, vóru ein mamma og pinkubarn hennara, sum búðu í Streymoy og eitt smábarn í Suðuroy. Áarstova. Áarstova í Havn er serstakliga kend fyri at hava verið barnaheim Hans Andrias Djurhuusar og Janus Djurhuusar. Saman ganga teir eisini undir heitinum Áarstovubrøðurnir. Áarstova í Havn stóð millum Gongina, Knússstovu og Cáfe Natúr. Í Áarstovu vóru koyggjusengur. Roykstovan hevði moldgólv, meðan glassstovan hevði trægólv. Í erva var eitt kamar, har svóvu brøðurnir Hans Andrias og Janus. Út móti ánni varð seinni ein útbygningur bygdur upp í húsini. Um veturin, tá landsynningur var, kundi vera so nógvur súgur, at tað breyt niðan um húsini. Kópavogur. Kópavogur er næststørsti býur í Íslandi og er partur av Suðvesturvaldøminum í Íslandi. Kópavogur hevur 30.779 íbúgvar. Býurin liggur sunnanfyri Reykjavík í landslutinum (regiónini) Höfuðborgarsvæðið. Arnbjørn Danielsen. Arnbjørn Danielsen (f. 1947 í Havn, deyður 1980) var ein føroyskur rithøvundur, útbúgvin cand. mag. í donskum og filmsvísindum 1979 frá Keypmannahavnar Universiteti. Arnbjørn Danielsen var politiskt virkin og var ein av oddamonnunum í at stovna Unga Tjóðveldið í 1964. Lestarárini í Keypmannahavn var hann eisini virkin á politiska vinstraveinginum og skrivaði dúgliga í útisetabløðini Fjølnir, Framanum og Oyggjaskeggja. Arnbjørn var føddur og uppvaksin í Havn. Hann var eitt skiftið til skips, men fór so til Danmarkar at lesa. Í 1979 tók hann skúlaembætisprógv við donskum sum høvuðsgrein og filmslist sum hjágrein. Tá ið hann brádliga doyði í 1980, var hann í starvi í studentaskúlanum í Hoydølum. Arnbjørn var virkin í politiska lívinum. Hann var m.a. undangongumaður at stovna Unga Tjóðveldið í 1964, og hann var eisini virkin á politiska vinstravonginum sum útiseti í mong ár í Keypmannahavn. Danielsen skrivaði yrkingar, stuttsøgur og hugleiðingar. Hann lýsti m.a. náttúruna, barnið, kærleikan, tað at vera útlagin, mannalyndi og politikk. Smádreingir og hugflog er úr yrkingasavninum „Meðan eg tyggi norðlýsi,“ sum kom út í 1968. Gestir. Føroyski rock bólkurin Gestir var stovnaður í 2002. Limirnir í bólkinum vóru Ólavur Jákupsson (sang, gittar), Torfinnur Jákupsson (gittar, tekst), Knút Háberg Eysturstein (keys), Niels Jákup í Jógvanstovu (bass) og Jógvan Andreas á Brúnni (trummur). Bólkurin spælir sítt eyðkenda slag av sveimandi, huglagsríkum rocki, har føroysku tekstirnir og eginsama røddin hjá sangaranum Ólavi Jákupssyni seta sítt týðiliga frámerki. Fyrsta plátan, "Burtur frá toftunum", var útgivin í 2006 av Plátufelagnum Tutl. Enska Plan C Management er management fyri Gestir. Fyrsta Gestir framførslan var í 2002 í Losjuni í Gøtu, har teir spældu saman við íslendska rock bólkinum Úlpa. Kvøldið eftir spældu Gestir til Tutl 25 ár konsert í Útvarpshøllini, og eitt lag frá tí framførsluni kom við á "Tutl 25 ár" savnsfløguna. 8 mánaðir seinni vunnu Gestir Prix Føroyar 2003, eftir at teir fyrst gjørdust nummar tvey í undanumfarinum og vunnu hálvfinaluna. Bólkurin spældi úti sum heima tað summarið, og seinni á árinum var fari í Lundgaard Studios í Vejen, DK. Hetta var partur av vinningum frá Prix Føroyum. Í 2004 spældi bólkurin m.a á G! Festival og til AME ("Atlantic Music Event") á spælistaðnum Vega í Keypmannahavn (saman við Eivør og Makrel). Framførslan í Vega hetta árið, var nógv róst í føroyskum fjølmiðlum. Í 2005 spældu Gestir til Prix Føroyar/AME í Norðurlandahúsinum (sum vinnarar frá 2003), eins og at ein G! Festival framførsla somuleiðis var hetta árið. Bragdið við AME framførslu í Vega í Keypmannahavn var endurtikin hetta árið (200 og Makrel vóru eisini við á teirri konsertini). Aftaná konsertina fóru Gestir enn ein túr í væl útgjørdu upptøkuhølini í Lundgaard Studios í Vejen, DK. Hesufer vóru fleiri løg tikin upp aftrat, og bólkurin brúkti restina av 2005 og fyrra helming av 2006 at arbeiða við komandi Gestir fløguni. Upptøkur vóru eisini gjørdar í London, m.a í Vestry Hall Studios. Leingi var bíða eftir fyrstu Gestir fløguni, og mong vóru spent um hana. Umsíðir var kunngjørt, at fløgan fór at bera heitið "Burtur frá toftunum", og eisini frættist at hon fór at koma út á G! Festival 2006. Gestir vóru við á AME Í Reykjavík á vári í 2006, og í juli høvdu teir útgávukonsert á G! Festivalinum, har fløgan var útgivin av fyrsta sinni. "Burtur frá toftunum" kom á fyrsta sinni út á Plátufelagnum Tutl. Seinni hetta summarið vóru útgávukonsertir í Norðurlandahúsinum, og á Nord Atlantiske Brygge í Keypmannahavn, har strúkarar, stórskíggi og annað gott var við í framførslunum. Árið endaði við at Teitur bjóðaði bólkinum at hita upp fyri seg í Store Vega í Keypmannahavn. Nógv fólk vóru til konsertina, og eitt úrslit av henni var managementsáttmáli fyri allan heimin, bókingarsáttmáli fyri fastlands Evropa og ein møguligur bókingarsáttmáli fyri Danmark. Í 2007 spældu Gestir á AME í NASA í Reykjavík, og í Norðurlandahúsinum í Tórshavn. Gestir opnaðu eisini stóra pall á ársins G! Festivali. Í løtuni arbeiða Gestir við nýggjum tilfari, har tekstirnir eru á enskum. Indira Gandhi. Indira Priyadarshini Gandhi "(hindi: इन्दिरा प्रियदर्शिनी गान्धी)" var forsætiráðharri í India. Fødd 19. november 1917 i Allahabad, India. Hon varð myrd 31. oktober 1984. Tað vóru tveir av lívverjum hennara, tveir sikhar, ið skutu hana. Morðið elvdi til blóðiga uppgerð við sikhar um alt India, sum eina tíð var á markinum til borgarakríggj. Morðið var framt eftir ófrið í longri tíð millum sikhisku andstøðuna og Kongressflokkin hjá forsætisráðharranum. Fáar tímar eftir morðið varð sonur hennara, 40 ára gamli Rajiv Gandhi, útnevndur til nýggjan forsætisráðharra. Frimod Joensen. Frimod Joensen er føddur í 1915, deyður í 1997. Hann var sjálvlærdur listamálari. Frimod, ættaður av Sandi, sá náttúruna við frískum, óheftum eygum. Frimod leit á tað, hann sjálvur sá og endurgevur tað í einum beinleiðis og ótilgjørdum listarligum máli. Hann málaði myndir av fólki í sínum dagliga yrki, og í summum myndum er hann sjálvur hjástaddur sum ein høvuðspersónur. René Descartes. René Descartes ella (latínskt) Renatus Cartesius (føddur 31. mars 1596 í La Haye (núv. Descartes), deyður 11. februar 1650 í Stokkhólmi) var franskur heimspekingur og støddfrøðingur, sum grundlegði analýtisku geometriina, sum er støðið undir teirri k-skipan, sum vit nýta í dag. Ein kendur setningur hjá honum er: Cogito, ergo sum (Principia Philosophiae, fyrsti partur, 7. táttur), sum merkir ”Eg hugsi, tí eri eg til. Hann nýtti tað, hann nevndi ”metodiska ivan”, sum merkir, at hann ivaðist í øllum – sjálvt tí, sum øll tóku fyri givið, t.d. um nakað var til uttan fyri egoið (egið). Hesin framferðarháttur nevnist víðgongd skeptisisma. Hareftir kann prógvast a priori, t.v.s. við støði í skilinum, um Gud er til. Descartes var tískil rationalistur Støddfrøðis- og heimspekishugtøkini ”kartesiskt” og ”kartesianskt” koma av, at Descartes eitur Cartesius á latíni. Flaggdagar í Føroyum. Flaggið verður vundið á stong kl. 8, tó ikki fyri sólarris, og tikið niðuraftur fyrsta heila klokkuslag undan sólsetri, tó ikki seinni enn kl. 21. Martin Luther. Martin Luther (10. november 1483 - 18. februar 1546) var ein týskur kristin munkur, gudfrøðingur og reformatorur. Hann var ein av teimum fyrstu protestantunum. Luther setti spurning við valdið og myndugleikan hjá pávanum við at leggja dent á Bíbliuna sum einastu galdandi keldu til andaligan myndugleika og á prestaskapin hjá øllum doyptum kristnum fólki. Sambært Luther fekst frelsa einans við trúgv á Jesus, ein trúgv, ið kirkjan onki ræði hevði yvir. protestantiska trúbótin kom við hesum lærum og broyttu søgugongdina í vesturheiminum. Luther bleiv føddur í Eisleben, Týskland, í 1483. Sum barn gekk hann í latínskúla, og í 1501 fór hann á universitet í Erfurt. Hann fekk aldrin gjørt sítt jurastudium liðugt orsakað av einum skakandi upplivilsi, sum gjørdi, at hann legði lív sítt um. Á eini ferð kom Luther í vanda av toruni, og hann gav eitt lyfti til Gud um, at hann vildi blíva munkur, um hann yvirlivdi hetta, og tí fór hann í 1505 av universitetinum fyri at blíva munkur. Gerðir Luthers vóru tó langt frá lidnar, tá hann var í klostri í Erfurt. Eftir fá ár fór hann undir sítt prestastudium. Tað er tætt samband ímillum persónliga lív Luthers og menningina í hansara andaligu tankum. Ta fyrstu tíðina sum munkur helt Luther, at fólk sjálv skuldu gera seg uppiborin til frelsuna. Frelsan kom, tá hann fekk heilt nýggjar tankar um, hvat kristindómurin var. Hann meinti, at trúgvin á Gud var tað, sum gav frælsi, og at gerningar vóru avgerandi. Luther segði einaferð: "Guð hevur ikki brúk fyri tínum góðu gerningum, men tað hevur tann fátæki næsti tín." Norðurkorea. Fólkaræðiliga Lýðveldið Korea, vanliga nevnt Norðurkorea, bleiv grunnlagt í 1948 við Kim Il Sung sum ovasta leiðara. Norðurkorea er eitt sera isolera land, har eitt ferðfólk ikki kann ferðast frítt, men skal hava 1-2 ferðaleiðarar sum fylgja einum allastaðni. Síðan í miðjuni av 1990'unum hevur Norðurkorea stríðst við avleiðingum frá fleiri náttúruvanlukkum, sum hava lagt landbúnaðin í oyði. Hetta hevur elvt til hungursneyð í landinum, og sjálvt um betringar eru hendar, er mattrot enn í landinum. Norðurkorea hevur framt fimm royndarspreingingar við kjarnorkuvápnum og hevur roynt eina røð av rakettum. Norðurkorea hevur umleið túsund ballistiska rakettir. Frá japanskari koloni til uppbýtt Korea. Korea var ein sjálvstøðug tjóð í mong hundrað ár áðrenn 20. øld. Landið vildi vera fyri seg sjálvt, men tað lá millum fleiri stórveldi, ið vóru gramm eftir størri økjum. Í 1910 var Korea gjørt til eina japanska koloni, og var stýrt við harðari hond. Milliónir av koreanarum mistu teirra samleika og navn, og fleiri túsund koreanskar kvinnur vóru brúktar sum “troysti kvinnur”. Hetta førdi til nógvan hatur móti japanarum. Eftir annan veraldarbardaga vóru koreanarar glaðir um at Japan, sum hevði verið á týsku síðuni í veraldarbardaganum, hevði tapt og mist stýrið á nógvum av sínum oyggjum og økjum, har av Korea. Sjálvt um Sovjetsamveldið kom langt áðrenn Amerika til Korea, so var ein avtala gjørd millum stórveldini, at landið skuldi býtast við 38. breiddarstigið. Í Norður Korea bleiv Kim Il-sung forsetisráðharri í 1948 og formaður í arbeiðara flokkinum í 1949. Kim Il-sung var ein 33 ára gamal kommunistur, sum hevði brúkt mesta av øðrum veraldarbardaga í Sovjetsamveldinum. Har hevði hann eisini millum annað fingið hernaðar og politiska útbúgving. Kim fór beinan vegin í gongd við at skipa samfelagið av nýggjum eftir sovjetsamveldis mynstrum. Koreakríggið. Koreakríggið byrjaði í 1950 og endaði í 1953 við vápnahvíld, men ikki eini friðaravtalu. Tað doyðu umleið 3 milliónir koreanarar í hesum kríggji. Norðurkorea fekk hjálp frá m.a. Kina og Suðurkorea fekk hjálp frá USA. Formelt sæð er tað enn kríggj millum USA og Suðurkorea á eini síðu og Norðurkorea á hinari, tí at eingin friðaravtala er undirskriva. Eftir Koreakríggji var øll orka løgd í at skapa búskaparligan vøkstur og stýri førdi kampanjur til at fremja hetta. Ein av hesum kampanjum var Chollima kampanjan. Chollima kemur mytologiiðni og er ofta myndaður sum ein hestur við veingjum, sum ríður skjótt. Hetta skuldi ímynda tað ferð sum búskaparligi vøksturin skuldi hava. Politikkur. Fá lond eru so diplomatisk avbyrgd sum kommunistiska Norðurkorea. Juche er politiska hugsjónin í Norðurkorea og er smíðja av Kim Il-sung. Juche stendur fyri at stóla uppá egna megi sum tjóð. Tað vil siga at man hevur sjálvforsýnandi búskap, uttanveltaðan uttanríkispolitik og harvið ein herð sum er nóg sterkur til at verja landið móti álopum. Songun er eitt hugtak, sum hevur verði brúkt tey seinnu árinið í Norðurkorea. Tað merkir stutt sagt "herurin fyrst" og hevur havt tað við sær at herurin er voksin seinnu árini og hevur fingið meira ressorsir at ráða yvir. Eingin veit serliga nógv um ein av seinastu kommunistisku skansunum, norðurkoreanska Kim Jong-il. Hann verður so at siga bert avmyndaður av norðurkoreanskum statsmiðlum og altíð í eins klæðum og brillum. Norðurkorea hevur í áravís verið mett sum ein tann størsta hóttanin móti vesturheiminum, og óteljandi altjóða royndir eru gjørdar at steðga eitt nú ætlanunum við kjarnorkuvápnum hjá Kim Jong-il. Sum lukkað land er torført at siga nakað fyri vist, men ágangur, torturur og ekstremt fátækradømi er gerandisdagur í Norðurkorea. Norðurkorea og Suðurkorea hava ikki sitið væl um sátt síðani Koreakríggið fyrst í fimmtiárunum, og londini hava ongantíð avtalað at binda frið. Einki samskifti er millum tey bæði londini, og tey hava heldur onga ”reyða linju” eins og USA og Sovjet høvdu undir Kalda krígnum. Í mars 2013 sleit Norðurkorea seinastu telefonlinjuna suður um markið, eftir at Suðurkorea og USA høvdu havt felags hernaðarvenjingar. Politiskir flokkar. Koreanski Arbeiðaraflokkurin sum hevur dominerandi politiska makt. Aðrir flokkar eru Chindokio Chongu flokkurin og Koreanski Social-demokratiski flokkurin. Hesir flokkar eru í tjóðskaparligari fylking saman við Koreanska Arbeiðaraflokkinum. Mannarættindi. Norðurkorea verður mett sum heimsins mest afturlætna land. Lógarverkið í Norður-Korea loyvir avrættingum, um illgruni eru um statskvett, svik ella terrorismu. Hinvegin eru mong dømi um, at menniskju eru vorðin avrættað, tí tey vóru virkin innan samkomur, tosaðu í fartelefon ella stjólu. Stýrið vónar, at avrættingar halda fólki aftur í at gera upreistur móti Kim Jong-un og hansara stýri. Skordýr. Skordýr eru dýr og hoyra undir liðadýr. Skordýr er tann størsti djórahópur sum er til. Hesin hópur av lítlum verum, fyllur heili 80 % av øllum livandi skepnum á jørðini. Umleið 1 millión sløg av skordýrum eru blivin skrásett, og støðugt fleiri vera funnin, bæði í teimum heitu londunum og í okkara Norðurlondum. Hildið er, at millum 2-30 milliónir av skordýrum eru ikki blivin skrásett enn. Skordýr verða skift sundur í 30 høvuðsbólkar. Klukkurnar eru størsti bólkurin. Sambært skordýraserfrøðingum (entomologum) eru sløgini fleiri enn 300.000. Flestu skordýr hava veingir onkuntíð í lívskringinum. Summi eru tó veingjaleys, t.d. frumskordýrini - diplúrur, fjørutrøll og silvurfiskur. Loppur eru eisini veingjaleysar. Tær hava mist veingirnar, sum tær eru mentar. Skordýr eru liðdjór, á latíni "Arthropoda". Tað eru nøkur felags eyðkenni fyri skordýr. Sigrun Gunnarsdóttir. Sigrun Gunnarsdóttir (fødd 9. mars 1950 á Eiði) er føroyskur listamálari. Hon er uppvaksin á Eiði og er abbadóttir ein hin fyrsta føroyska listamálaran, Niels Andreas Kruse. Sigrun hevur útbúgving frá Glyptotekinum í Keypmannahavn (1971-1973) og frá kongliga danska Kunstakademinum (1973-1980). Hon hevur verið víða um við sínari list. Umframt í Norðanlondum, so hevur hon sýnt fram í m.a. Japan, Kina og USA. Eisini er hon umboðað á listasøvnum. Liðadýr. Eitt liðadýr berður millum annað eyðkenni at tað hevur beinagrind uttaná kroppinum, sum í høvuðsdráttum er úr proteininum kitin. Liðadýr hava ikki eina beinagrind innaní. Dýr. Dýr ella djór (frøðiheiti - "Animalia" ella "Metazoa") er ein bólkur av fleirkyknu lívverum, sum kunna røra seg runt. Dýr er eitt av teimun lívfrøðiligu ríkinum. Flestu livandi verur eru dýr. Vísindafólk halda, at til eru umleið 10 mió sløg. Dýrini eru ymisk, frá teimum smæstu, einføldu verunum, ið líkjast ørsmáum slímklattum, til tær størstu ránsdýr. Øll dýr eru skipað í fleiri bólkar. Tindasvín eru t.d. í tí bólkinum, ið livir av skordýrum. Men tað er eisini í einum undirbólki av súgdýrum innan súgdýraflokkin. Øll sugdýr eru síðan í ryggdýrabólkinum. Dýr er livandi skapningur, sum etur, flytur seg og nørist. Tað sansar alt uttan um seg við tevi, kenslu, sjón, hoyrn og smakki. Livumfarið hjá einum dýri er, at tað verður borið í heim, veksur, verður kynsbúgvið, nørist og doyr. Tað etur, so kroppurin mennist og búnast. Føðin gevur dýrunum orku at flyta seg úr stað. Bara fáir dýrabólkar flyta seg ongantíð, til dømis standa soppar festir á steinum alt lívið. Bara ein lítil partur av øllum dýrasløgum, ið hava livað á jørðini, er til nú á døgum. Óteljandi sløg, líka frá stóru eðlunum til drontarnar, eru útdeyð. Nógv dýr, sum t.d. fílar og tikarar, eru í stórum vanda at doyggja út. Hoyvíkar kirkja. Hoyvíkar kirkja sæst mitt í myndini Hoyvíkar kirkja varð vígd 4. november 2007 á 25 ára degnum fyri fyrsta prát um kirkjubygging í Hoyvík. Tað var Hans Jacob Joensen, bispur, ið vígdi kirkjuna. Margretha drotning legði grundarsteinin hin 20. juni í 2005. Innskriftin er úr 5. Mós: "Bústaður er hin ævigi Guð, og her niðri eru hinir ævigu armar". Kirkjurúmið at innan er klætt við spónløgdum Oregon Pine viði. Gólvið sjálvt er úr askaviði. Altartalvan. Altartalvuna málaði Sven Havsteen-Mikkelsen, listmálari, sum vaks upp í hvalastøðini í Lopra. Eivind Vilhelm, varabiskupur, og onnur tóku stig til at fáa altartalvuna til Føroya. Ætlanin var at nýta altartalvuna í einari nýbygdari kirkju, og tí hevur altartalvan hingið til láns í Meinigheitshúsinum í Havn. Altarvindeygu. Listamálarin Hansina Iversen gjørdi umgerðina um altarið úr málaðum og brendum glasi. Doypifunturin. Doypifunturin er gjørdur úr føroyskum gróti, og gjørdur av Grótvirkinum í Skopun. Muhammed. Profeturin Muhammed á einum ottomanskum avriti úr 17. øld av eimum verki úr 14. øld úr einum handriti úr útnyrðings Irak. Muhammad ibn ‘Abdullāh (eisini stavað Muhammed ella Mohammed) (uml. 570/571 Mekka – 8. juni 632) er tann mest týðandi profeturin í Islam. Bakgrund. Í umleið ár 500 e.Kr. ár var tað øgiligur ófriður í Evropa, fólk gjørdu innrás í Rómverjaríkið, og tað fór so spakuliga í sundur. Meðan alt hetta hendi runt í Evropa, var alt sera friðaligt í Arabianesi, sum er nesið, har Saudiarabia, Katar, Sameindu Emirríkini, Oman og Jemen liggja. Handilsbýurin Mekka í Saudiarabia hevði stóran týdning fyri fólkið á Arabianesinum. Býurin var tó ikki so nógv at reypa av. Tey ríku útnyttaðu tey fátøku, kvinnur og børn vóru sera illa viðfarin, átrúnaðurin í býnum hevði eiheldur so stóra ávirkan á fólkið, og tey bóðu bara til nógvar ymiskar gudar. Í ár 570 e. Kr. varð Muhammed føddur í Mekka. Longu sum 6 ára gamal misti hann bæði foreldrini og mátti tí liva ógvuliga fátæksliga í býnum. Muhammed var altíð eitt sindur ørkymlaður um korini í býnum og helt eisini, at tað var skeivt, at fólk bóðu til allar hesar smágudarnar. Ein dagin kom eingilin Gabriel fram fyri Muhammed. Muhammed segði fólkinum í Mekka frá hesum, og at tann einasti eini gudurin var Allah, og at tað var hann, tey øll skuldu biðja til. Muhammed kom við átrúnaðinum islam. Tekningar. Islamska trúgvin forbjóðar myndum av Muhammed, og tað vóru 12 keiputekningar av profetinum, sum hin 30. september 2005 vóru prentaðar í Jyllands Postinum sum í 2006 høvdu við sær ógvislig mótmæli móti Danmark, og eitt nú vóru ambassadurnar í Damaskus og Beirut brendar. Í februar 2006 vóru í minsta lagi 139 fólk deyð í mótmælisgongum í muslimskum londum. Kurt Westergaard var ein av teimum 12 teknarunum, hann teknaði eina mynd av Muhammed sum ein terroristur við eini bumbu í turbanini á høvdinum, eins og Aladdin hevði eina appelsin í turbanini, og tað fekk muslimska heimin upp at koyra. Morðroynd varð eisini framd ímóti teknaranum, sum varð noyddur at liva á ókendum bústaði í fleiri ár. Fólk vóru eisini í øðini um, at ein bólkur á Facebook mælti fólki til at tekna profetin Muhammed. Amerikanska flaggið bleiv m.a. brent í Pakistan, eins og donsk og norsk fløgg eisini vóru brend. Stella Argus. Stella Argus var føroyskt fiskiskip, kolfýrdur trolari, sum fórst við mann og mús 27. oktober ella 28. oktober 1957. Henda túrin, skipið fórst, høvdu teir verið á garnaveiðu eftir sild norðanfyri Føroyar. Sunnudag 27. oktober fekk reiðaríið fjarrit frá skiparanum um, at teir vóru farnir at sigla inn við 828 tunnum av sild og væntaðu at vera inni mánakvøld, 28. oktober. Tá skipið ikki var komið sum væntað, var farið at leita, og hóast nógv skip fóru at leita, og flúgvari kom úr Danmark 2. november at leita, sást ongantíð nakað aftur til skipið. 3. november var givist við at leita. Við Stella Argus fórust 22 menn í aldrinum 15 til 53 ár; av teimum vóru 8 úr Kvívík og 5 úr Vestmanna og av Válinum! Eingin veit við vissu hvat hendi, men mett verður, at skipið helst er koppað brádliga og sokkið. Minnisvarði í Kvívík. Minnisvarði er reistur í Kvívík til minnis um teir, ið fórust í hesi vanlukku. Jónas Hallgrímsson. Jónas Hallgrímsson (16. november 1807 á Reyni í Öxnadal – 26. mai 1845 í Keypmannahavn) var íslendskt skald og náttúrufrøðingur. Hann var ein av stovnarum av tíðarritinum Fjölnir, og har vóru nógvar av søgum og yrkingum hansara prentaðar. Hann doyði í Keypmannahavn í 1845 av blóðeitran, sum stavaði frá fótbroti, sum hann fekk av at detta niður úr stiga. Í 1946 vóru leivdirnar av likami hansara fluttar av Assistenskirkjugarðinum í Keypmannahavn, og jarðaðar aftur á tjóðarkirkjugarðinum á Tingvøllum í Íslandi. Back to the Heavyweight Jam. "Back to the Heavyweight Jam" er sætta fløga hjá týska techno bólkinum Scooter og varð givin út í 1999. Hon hevur tvær stakfløgur: "Faster Harder Scooter" og eitt remix av "Fuck the Millennium". Eschweiler. Eschweiler er býur í Týsklandi. Siumut. Siumut er grønlenski javnaðarflokkur, stovnaður 29. juli 1977. Stovnarar og oddamenn í flokkinum vóru Jonathan Motzfeldt, (valdur í Qaqortoq), Lars Emil Johansen (valdur í Nuuk), og Moses Olsen. Hin 2. juni 2009 gjørdist Aleqa Hammond leiðari fyri flokkin og gjørdist í apríl 2013 Grønlands fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðari. Qaqortoq. Qaqortoq er ein býur í suður Grønlandi, ið á donskum varð kallaður Julianehåb. Heimshav. Eitt heimshav er eitt størri saltvatnsøki. Meira enn 70 % (umleið 360 mill. km²) av arealinum á jørðini er dekkað av samanhangandi mongdum av saltum vatni, sum verður nevnt heimshavið. Miðaldýpdin á heimshavinum er 3.800 metrar. Heimshavið kann býtast sundur í 1 til 5 heimshøv. Atlantshavið, Kyrrahavið og Indiska Havið verða nevnd heimshøv. Harumframt verður Íshavið onkuntíð roknað sum eitt heimshav, og onkuntíð verða bæði høvini, sum eru við teir báðir pólarnar roknaði sum heimshøv. Havið við Arktis verður nevnt Norður Íshavið, meðan havið við Antarktis verður nevnt Suður Íshavið. Dálking. Dálking; Tilfar og loftsløg, sum eiga ikki at vera har, spilla umhvørvið hjá plantum og dýrum, sum liva har. Jørðin er serlig, men viðkvom. Tá ið vit dálka við evnavørum, oyða vit lívsneyðug virði. Dálkan stendst fyrst og fremst av ídnaðinum og ávirkar allan heimin. Evni til landbúnaðin hava eitrað moldina og verða ikki úrskild í føðsluliðunum; ídnaðarburturkast og evnafrøðiligt avlop verða tveitt í havið ella í áirnar; eitrandi loftevni úr verksmiðjum og orkuverkum og bilroykur dálka loftlagið og eru atvold til súrt regn, sum týnir skógir og vøtn og tærir bygningar. Loftdálkanin hevur eisini sett hol á ozonlagið, sum verjir jørðina fyri fagurbláu sólargeislunum. Hesir geislar kunnu elva til krabbamein hjá fólki og dýrum. Vaksandi orkunýtslan og skógartýningin økja um vakstrarhúsárinið, sum ger, at tað verður heitari á jørðini. Tað kann elva til stórar og álvarsamar veðurlagsbroytingar. Dálkað luft. Verksmiðjur, serliga tær, sum nýta steinrunnin brennievni, goysa vandamiklan royk upp í luftina, sum ringur fyri lunguni. Hann ger eisini regnið súrt. Brennandi skógir. Síðani 1945 eru fleiri enn 40 % av tropiska regnskóginum feld til timbur og dyrkilendi. Tá ið skógur hvørvur, hvørvur heimið hjá nógvum dýrum og plantum. Oyðimørk. Oyðimørk: Ógvuliga turt stað, har tað regnar minni enn 25 cm árliga. Oyðimerkur eru turrastu støð í heminum. Ofta eru tað støð sum t.d. í Afrika. Oyðimerkurnar vaksa alla tíðina. Eini 20 % av jørðini eru oyðimørk. Fólk, sum búgva nærindis oyðimørk, nýta gróðurin til føði ella brenni, so við og við verður oyðið, og torført er at fáa nakað at vaksa har aftur. Menniskju klára seg bara í tveir mánaðar við ongum mati, men bara nakrar fáar dagar við ongum vatni. Kortini búgva trýhundrað milliónir fólk í oyðimørkum. Sum til dømis dogonfólkið í Sahara. Vestursahara. Vestursahara er oyðimarkarland sunnan fyri Marokko í Útnyrðingsafrika. Har búgva uml. 540 000 fólk. Størsi býurin og høvuðsstaður er El Aaiún. Vestursahara er hersett av Marokko; Vestursahara bleiv í 1975 hersett av Marokko, eftir at Spania tók seg úr landinum. Vestursahara er landið har flytifólkið saharawiar hava búð síðani langt áðrenn nakar fór at gera landamørk í Afrika. Í dag býr ein stórur partur av saharawiunum í flóttafólkalegum eystanfyri Vestursahara, í Algeria. Eitt harðrent marrokanskt stýrið hevur fingið fólk at flýggja inn í oyðimørkinina í Algeria. Altjóða samfelagið góðtekur ikki at Marokko hevur lagt landið undir seg, og ST-samtyktir vísa á at tað eru saharawiar sum eru røttu eigarar av landinum. Søga. Áður var tað undir sponskum yvirræði. Síðan 1976 hevur Marokko kríggjast her fyri at fáa yvirvaldsrætt yvir økinum og dýru steinsløgunum í landinum. Marokko hertók Vestursahara í 1979. Ímóti marokkanum er Polisario, geriljaeild av oyðimarkarfólkum, ið vilja vinna Vestursahara fult frælsi. Korallrivið Mikla. Korallrivið Mikla (enskt: "Great Barrier Reef") fram við landnyrðingsstrondini í Avstralia er 2000 km langt og størsta livandi fyribrigdi í heiminum. Rivið er vorðið til av elasmáum koralldýrum. Fleiri enn 2000 fiskasløg halda til her. Ógvuliga mong ferðafólk koma til Korallrivið Mikla, men nógv frítíðarvirksemið kann skjótt dálka og oyðileggja rivið. Til tess at verja tað, er tað komið undir tey øki, ið verða roknað sum felagsogn hjá mannaættini. Egyptaland. Egyptaland (arábiskt: "Gumhūriyyat Miṣr al-ʿArabiyyah") er eitt stórt land í Norðurafrika. Landið hevur umleið 84.5 mió. íbúgvar og høvuðsstaðurin kallast Keiro. Keiro hevur umleið 17,8 mió. íbúgvar. Flestu fólk tala arábiskt og eru muslimar. Søga. Sagt verður, at Egyptaland er gáva frá Nilá. Og fram við Nilá kom upp ein av fyrstu stóra mentanum í heminum undir stýri faraoanna fyri meiri enn 5.000 árum síðan. Pýramidurnar vórðu bygdar til gravstaðir hjá faraonum fyri meiri enn 4.000 árum síðan. Tær eru eitt av teimum sjey undurverkunum í heiminum úr fornøld, og tað einasta, sum er eftir. Tá ið Aleksandur Mikli doyði í 323 f.Kr., stýrdi ein herovasti hansara, makedónarin Ptolemaios, Egyptalandi. Í 305 f.Kr. gjørdist hann kongur og flutti landsins høvuðsstað til Alexandria við Miðjarðarhav, har býurin gjørdist miðdepil fyri handilsskapi og vísindum. Frá 285 f.Kr. stýrdi hann saman við syni sínum, Ptolemaios 2., sum tók við eftir pápa sín í 282 f.Kr. Meðan Ptolemaios 2. og Ptolemaios 3. ráddu, styrknaði landsins handil upp aftur meiri, men eftirmenn teirra vóru veikir. Ptolemaiska ríkið fór til grundar, tá ið ein sameindur egyptiskur og rómverskur herfloti við Markusi Antoniusi á odda mátti lúta fyri Oktaviani, eftirmanni Cæsars í bardaganum við Actium í 31 f.Kr.. Nýggjari søga. Í 1970 andaðist Nasser forseti, og Anwar Sadat gjørdist nýggjur forseti. Sadat vendi ryggin til fyrrverandi støðuna hjá Egyptalandi, sum hevði verið í parti við Sovjetsamveldinum undir Kalda Krígnum, og fór í part við USA. Í 1973 byrjaði Egyptaland saman við Sýria Yom Kippur-stríðið fyri at fáa Sinai hálvoynna aftur, sum Ísrael hevði tikið 6 ár áðrenn hetta. Sjálvt um Egyptaland tapti kríggið vann Sadat ein týdningarmiklan politiskan siður, sum seinni førdi til at Sadat fekk Sinai aftur til Egyptalands afturímóti at geva Ísrael frið. Sadat var á einari søguligari vitjan í Ísrael í 1977, sum førdi til 1979 friðarsáttmálan afturfyri at Ísrael tók seg aftur úr Sinai. Tað sum Sadat gjørdi førdi til stóra mótstøðu í arabiska heiminum, og førdi til at Egyptaland var koyrt úr Arabisku Liguni, tó vóru tað teir flestu egyptarar ið stuðlaðu Sadat. Hóast tað, so hendi tað, at Sadat varð myrdur av einum víðgongdum islamisti. Hosni Mubarak kom til valdið, eftir morðið av Sadat. 2011-13 Kollveltingin. 25. januar 2011 byrjaðu víðfevnandi mótmæli móti stjórnini hjá Mubarak. Hin 11. februar 2011 legði Mubarak frá sær og flýddi úr Kairo. Hartrópandi hátíðarhald fór fram á Tahrir Torginum, tá hesi tíðindini frættist. Egyptiski herurin tók síðan valdið fyri at stjórna landinum. Mohamed Hussein Tantawi, formaður fyri Hægsta hernaðarráðnum, gjørdist "de facto" fyribils tjóðarleiðari. Hin 13. februar 2011, upploysti herurin stjórnina og setti grundlógina úr gildi. Ein egyptisk fólkaatkvøða um grundlógina varð hildin hin 19. mars 2011. 28. november 2011 var stjórnarval hildið í Egyptalandi fyri fyrstu ferð síðan fyrrverandi stýrið sat við valdið. Vallutøkan var høg, og tað vóru ikki stórvegis av fráboðanum um størri óreglusemi ella harskap. Mohamed Morsi varð valdur til forseta hin 24. juni 2012. Hin 2. august 2012 kunngjørdi forsætismálaráðharrin, Hisham Qandil hansara kabinett við 35 limum, harav 28 vóru nývaldir, harímillum vóru fýra frá Muslimska Brøðraskapinum. 3. juli 2013 varð eitt hernaðarkvett framt í Egyptalandi, har herurin tók valdið og koyrdi fólkaræðiligt valda Mursi forseta frá og samstundis var øll stjórnin koyrd frá. Politikkur. a>i, men tað hevur ikki verið so ógvusligt sum í 2014 síðan 1321, tá ið trýss kirkjur vórðu oyðilagdar í ófriði í landinum. a> var farin frá sum forseti. Á einum stuttum fundi 24. februar 2014 varð kunngjørt, at stjórnin í Egyptalandi leggur frá sær. Og so er greitt hjá herovastanum, Abdel Fattah al-Sisi, at bjóða seg fram sum forsetavalevni. Tað var Hazem el-Beblawi, forsætisráðharri, sum boðaði frá tíðindunum um, at stjórnin leggur frá sær. Netávísin, Al Ahram, skrivar, at avgerðin varð tikin á einum 15 minuttir longum fundi. Herovastin í Egyptalandi, Abdel Fattah al-Sisi, sum flestu halda verður næsti forseti landsins, var innanríkisráðharri í stjórnini. Lógloysi. Ansar Beit al-Maqdis hóttir við hernaðarligum atsóknum, um útlendsk ferðafólk ikki fara úr Egyptalandi í seinasta lagi hósdagin 20. februar 2014. Stjórnin í Egyptalandi tekur hóttanirnar í stórum álvara. Hazem Beblawi, forsætisráðharri, viðgongur, at Al-Qaeda-ávirkaðu islamistarnir eru vorðnir ein stór hóttan í 2014 - serliga á Sinaihálvoynni. Síðan fyrrverandi forsetin, Hosni Mubarak, noyddist frá valdinum í 2011, hevur lógloysi eyðkent støðuna á Sinaihálvoynni. Islamistiski Ansar Beit al-Maqdis hevur m.a. tikið ábyrgdini av eini bussatsókn, sum í februar 2014 kostaðu trimum koreanskum ferðafólkum og bussføraranum lívið. Støðan hjá teimum kristnu í Egyptalandi versnar eisini; nógvar søgur eru um muslimar, sum leypa á kristin í Egyptalandi. Framum aðrar bólkar í Egyptalandi, hava teir kristnu koptarnir fingið skyldina fyri, at Mohamed Mursi fall sum forseti í Egyptalandi í 2013. Tað stendur í eini frágreiðing frá Amnesty International, sum varð almannakunngjørd í 2014. Frágreiðingin greiðir frá sekteriskum álopum og vísir, hvussu trygdarlið hava latið vera við at forða álop á kristnar kirkjur, skúlar og tænastubygningar. Í henni stendur, at meira enn 200 ognir hjá kristnum vóru álopnar, og 43 kirkjur eru illa farnar síðan juli 2013, tá ið Morsi varð koyrdur frá. Eitt dømi er Kasr El Dobara, ið er størsta evangeliska kirkja í Egyptalandi og liggur í Keiro. Sum granni hjá amerikonsku sendistovuni, fáa tey av og á táragass tveitt inn til sín, sum partur av dagligu bardøgunum millum islamisk mótmælisfólk og løgregluna. 38 kirkjur eru brendar í grund og 23 lutvíst oyðilagdar. Nógv heim, skúlar og handlar hjá teimum kristnu eru eisini oyðiløgd. Sostatt eru fleiri enn 60 kirkjur álopnar av víttgangandi islamistum. Men harðskapurin er víðkaður til eisini at fevna um kristnar skúlar, handlar og bústaðir hjá teimum kristnu. Amnesty International heldur, at um vilji var til staðar, kundi herleiðslan haft steðga álopunum og harðskapinum móti teimum kristnu. Muslimska Brøðralagið í Egyptalandi hevur lopið á kristnan skúla og kleystur í Egyptalandi í 2013; í hvørgum førinum verjur løgregla ella trygdarlið tey kristnu. Leygarnáttina 17. august 2013 vórðu St. Markus og El Tawfik skúlarnir í Minya álopnir av militantum, sum illgruni er um eru partur av Muslimska Brøðralagnum. Tey lupu á vaktirnar og slóu og bundu teir. Ein lærari á St. Markus skúlanum sigur, at teir tóku alt úr skúlanum og oyðiløgdu síðan bygningin. Talið av kristnum er minkað nógv; frá at hava verið 13 milliónir kristin í 2000, verður í 2014 mett, at 4 milliónir ella færri kristin eru eftir. Koptisk kristin í túsundatali flýggja úr Egyptalandi til USA og onnur støð, heldur enn at møta mismuni í sínum heimlandi. Elligamla kristna samfelagið í Egyptalandi, koptar, er størsti minnilutin í Egyptalandi. Tey eru útvið 10 prosent av samlaða fólkatalinum á umleið 85 milliónir íbúgvar. Men síðan einaræðisharrin Hosni Mubarak varð rikin úr landinum í 2011-2014 hava støðugur samanbrestir verið millum kristin og muslimar í landinum. Stjórnin hevur eisini avmarkað útbreiðsluna av kristni trúgv. Bara forsetin hevur rætt til at geva byggiloyvi til kirkjur í Egyptalandi. Fyrsta árið í sessinum hevur Morsi bara loyvt at byggja eina kirkju. Hamas. Alt virksemið hjá Hamas er bannað í Egyptalandi; ein egyptiskur rættur hevur 4. mars 2014 bannað øllum virksemi hjá Hamas í Egyptalandi. Avgerðin skal byggja á royndina at fáa frið í lag í Egyptalandi, og at fáa Hamas burtur úr Gazageiranum. Hamas er sprottið úr Muslimska Brøðralagnum, sum egyptiska stjórnin skýrir ein yvirgangsfelagsskap. Myndugleikarnir í Egyptalandi síggja Hamas sum ein stóran vanda fyri trygdina í landinum, og stjórnin ákærir Hamas fyri at stuðla Al-Qaeda-ávirkaðum yvirgangsbólkum á Sinai-hálvoynni. Myndugleikarnir hava longu syrgt fyri at stongja skrivstovuna hjá Hamas í Kairo. Hamas fordømir avgerðina og sigur hana fara at ganga út stríðið fyri einum palestinskum státi. Fyrisitingarligar eindir. Egyptaland er býtt sundur í 27 landslutir (governorates á enskum). Landslutirnir eru býtt sundur í eindir (regiónir), sum hava býir og bygdir. Hvør landslutur hevur ein høvuðsstað, sum onkuntíð eitur tað sama sum landsluturin. Fólkið. Um 99 % av fólkinum í Egyptalandi býr í Nildali og á Niloyrunum. Áin er lívæðrin í landinum og veitir landbúnaðinum, ídnaðinum og bústøðunum vatn. Tá ið Aswanbyrgingin varð bygd um Nilá, varð ovurstórt lendi sett undir vatn. Enn er tað størsta byrgda vatn í heiminum og verður kallað Nasservatn eftir forsetanum tá, Gamal Abdel Nasser. Flestu fólk tala arábiskt og eru muslimar. Egyptisk mannfólk ganga ofta í tílíkum bummullartunikum ella jelabas. Plaggið er lætt og svalligt. Miðallívsævin í landinum er 71 ár. 28,6 % av fólkinum eru ikki lesifør. Ein stórur partur av íbúgvunum í Egyptalandi eru sunnimuslimar. Umleið 10 prosent av teimum 80 milliónum íbúgvunum eru kristin. Koptiski kristindómurin hoyrir til tey allar fyrstu kristnu trúgvandi, og teirra kirkja varð sett á stovn samsvarandi Markus evangelisti í Egyptalandi umleið ár 42 e.Kr. Koptiska kirkjan, sum nú er meira enn 1900 ára gomul, hoyrir til orientalsku ortodoksu kirkjurnar, og koptiska høvuðssætið í Alexandria hevur verið har síðan kirkjumøtið í Kalkedon í 451. Kirkjuleiðarin verður róptur "Pávin av Alexandira og Patriarkur av Heilaga stólinum hjá St. Markus". Búskapur. Grundarlagið undir búskapinum er landbúnaður, olja, ferðavinna, inntøkurnar frá skipum (ið sigla ígjøgnum Suezveitina) og peningur frá egyptum, sum arbeiða uttanlands. Í Egyptalandi eru mong fornminni. Hvørt ár koma fleiri mió. ferðafólk til Egyptalands at síggja á pýramidurnar og onnur fornminni, ella at sigla á Nilá. Mangir egyptiskir bøndur, "felahin", dyrka jørðina, so sum siður hevur verið leingi; teir dyrka bummull, hveiti, rís, sukur, frukt ella grønmeti. Egyptaland er tað land í heiminum, sum dyrkar mest av dadlum. Ein onnur týdningarmikil grøði er "berseem", eitt smæruslag, ið verður nýtt til dýrafóður. Egyptar dyrka eisini nógva bummull. Mong fólk arbeiða í klædnaídnaðinum, tey spinna, veva og lita bumullarklæði. Landalæra. Meginpartur av landinum er turr sandoyðimørk, og bara fram við ánni er fruktagóður geiri. Har áin rennur í havið, eru stórar fruktagóðar oyrar. Næstan alt fólkið býr í Nildali og á Niláaroyrunum. Nilá. Nilá er longsta á í heiminum og rennur úr Viktoriuvatni í Kenja og norður ígjøgnum Sahara og út í Miðjarðarhav. Hon rennur ígjøgnum Etiopia, Sudan og Egyptaland. Úr ánni fæst drekkivatn, vatn á akurlendið og fiskur. Nilá hevur verið og er ein ógvuliga týdningarmikil flutningsleið í Egyptalandi og Sudan. Harumframt ger vatnið í Nilá, at tað ber til at velta jørðina í tí turra oyðimarkarveðurlagnum. Áin er eisini væl umtókt ímillum ferðafólk. Tey sigla niðan eftir ánni í ferðamannaskipum ella seglbátum, nevndir "felucca", at síggja mongu fornminnini í Egyptaland. Ein tann longsta og størsta áin í verðini er Niláin. Norðasti (niðasti) partur av Nilánni rennur gjøgnum oyðimarkarøki, sum er millum tey fjølbygdastu í heiminum. Har reka tey ógvuliga nærtøknan landbúnað. Tað ber til, tí at Niláin hevur við sær føðsluríka móru úr fjøllunum í Uganda og Etiopia, og hendan móran hevur sum frá er liðið gjørt lendið í Egyptalandi væl egnað til akrar og veltur. Men síðan Assuanbyrgingin varð bygd, førir Niláin ikki longur líka nógva móru við sær. Nú taða tey í staðin akrar og veltur við handilstøðum. Um 99 % av fólkinum í Egyptalandi býr í Nildali og á Niloyrunum. Áin er lívæðrin í landinum og veitir landbúnaðinum, ídnaðinum og bústøðunum vatn. Tá ið Aswanbyrgingin varð bygd um Nilá, varð ovurstórt lendi sett undir vatn. Enn er tað størsta byrgda vatn í heiminum og verður kallað Nassarvatn eftir forsetanum tá, Gamal Abdel Nasser. Keiro. Keiro er høvuðsstaður Egyptalands. Í Keiro og økinum rundanum búgva 17,8 mió. fólk. Býurin er størstur í Afrika og ein av teimum býum sum veksur skjótast. Íbúðarneyðin er ovurstór, og mong av teimum, sum flyta til býin, mega búgva í skitnum, ovbygdum fátækrabýlingnum. Mong búgva ímillum leiðini í "Býi Teirra Deyðu", sum er ovurstórur leiðisgarður í útryðjuni í býnum. Fólk hava eisini búsett seg á tekjunum á mongu háhúsunum í Keiro. Apartheid. Apartheid; Rasuskilnaðarpolitikkur. Politisk skipan, sum áður var í Suðurafrika. Býtti fólk sundur eftir húðarliti. Borgarakríggj. Borgarakríggj "(eisini nevnt: innanlandsstríð)"; vápnaður bardagi ímillum bólkar, sum stríðast um vald í sama landi. Rasuskilnaður. Rasuskilnaður eisini nevnt Rasisma er tann áskoðan, at eins egna fólkaslag er nógv betri og mætari enn onnur fólkasløg, og at tað rættvísgerð, at onnur fólkasløg ikki verða viðfarin eins. Nútíðar nýtsla av orðinum rasisma ella rasuskilnaður verður ofta brúkt í týdninginum "rasudiskriminatión", tvs. tá fólk verða viðfarin annarleiðis orsakað av tjóðskapi, húðarliti, trúgv ella øðrum líknandi viðurskiftum. Orðini rasisma og rasuskilnaður verða ofta knýtt at ólógligum gerningum, sum kunnu skaða onnur, tað kann t.d. vera ekstremisma, hatur, xenofobi, separatisma, hópdráp (orsakað av etniskum uppruna), terrorisma osfr. Í 19. øld var vanliga fatanin millum vísindafólk, at mannaættin var býtt sundur í ymiskar rasur (fólkasløg), og at summar rasur vóru hægri mentar enn aðrar, og at tað rættvísgjørdi, at munur var gjørdur millum hesi ymisku fólkasløgini. Nøkur dømi um rasismu og rasuskilnað er apartheit í Suðurafrika, trælahandil, tá fólk úr Afrika vóru tikin og førd til Amerika har tey vóru seld sum trælir til hvít fólk, serliga til plantasjueigarar. Eitt annað dømi er nazisman og antisemitisman í Týsklandi, sum bleiv brúkt til at rættvísgera, at jødar, samkynd, fólk við breki og onnur fólk sum onkursvegna vóru øðrvísi, vóru tikin og send í týningarlegur at arbeiða hart ella fyri at verða dripin. Fleiri lond hava nú lógir sum skulu forða fyri, at fólk kunnu blíva viðfarin øðrvísi ella verri enn onnur orsakað av trúgv, húðarliti, etniskum viðurskiftum, seksuellari orientering osfr. Tað mótsatta av rasismu er antirasisma. ST hevur síðan 1948 arbeitt við at minka um rasismu og at gera tað ólógligt at viðfara fólk øðrvísi orsakað av tjóðskapi, húðarliti, trúgv, seksuellari orientering ella øðrum líknandi viðurskiftum. Latínamerika. Tey lond í Amerika, har almenna málið er spanskt ella portugisiskt. Portugal fekk Brasil, og tí er málið har portugisiskt. Spania fekk hini, og har er høvuðsmálið spanskt. Bæði málini eru ættað frá latíni, haðan navnið "Latínamerika". Vanliga nýtt sum felagsnevni á Meksiko, Miðamerika og Suðuramerika. NATO. NATO er stytting fyri North Atlantic Treaty Organization (á føroyskum Norðuratlantiska Sáttmálafelagsskapurin) og er norðuratlantisk verjusamgonga ímillum USA og flestu lond í Vesturevropa. NATO virkar soleiðis, at eitt álop á eitt NATO-limaland, er tað sama sum eitt álop á øll NATO-limalond. Sum er hevur Danmark allan myndugleika viðvíkjandi trygdarmálum og verjumálum á føroyskum øki. Danmark er limur í NATO og limaskapur Danmarkar fevnir um Føroyar. Føroyar eru tí fevndar av verjutrygdini í NATO-sáttmálanum. Tað er Danmark, ið formliga varðar av hesum Føroyum viðvíkjandi. Í veruleikanum verða tað kortini tey sterkaru NATO-londini, ið koma til hjálpar, skuldi tørvur gjørst á tí. NATO hevur høvuðsskrivstovu sína í Brússel í Belgia. NATO-Ráðið í Brússel er hægsta ráð í NATO. Í ráðnum eru ráðharrar úr øllum limalondunum. Felagsskapurin fór til verka í 1949, og í 2014 eru 28 limalond. Tað nýggjasta her er, at NATO-aðalskrivarin Anders Fogh Rasmussen bjóðaði apríl 2009 tvey londum limaskap í NATO. Tey eru Kroatia og Albania. Lýðveldið Makedónia, Georgia, Ukreina, Montenegro, Bosnia og Hersegovina og Serbia hava søkt um limaskap í NATO. Onnur hava ynskt tætt samstarv við NATO, hóast ikki, í fyrstu syftu, veruligan limaskap. Bæði at fyrireika søkjaralond til NATO-limaskap og til tess at fremja betri samstarv við ikki-søkjaralond, varð Felagsskapurin fyri Friði, "Partnership for Peace" (PfP), stovnaður sum eitt tiltak undir NATO-skipanini. Undir Kalda krígnum var hugsað um hernaðarligu kappingina millum NATO og Warshawasamgonguna, og vandanum fyri beinleiðis kríggi partanna millum. Føroyar í NATO-samstarvi. a> hava verið har, sum partar av danska herinum síðan tá. Í samband við at NATO varð stovnað í apríl 1949, helt føroyski landstingsmaðurin, sambandsmaðurin Poul Niclasen, at málið eisini átti at verið lagt fyri løgtingið. Men forsætisráðharrin, Hans Hedtoft, helt ikki, at hetta var neyðugt. Í juli 1951 lýsti landsstýrið í Dagblaðnum, at Torshavns Marinedistrikt (seinni Færøernes Kommando) bleiv sett á stovn. Løgtingið hevði áður gjørt greitt, at Føroyar skuldu standa uttanfyri ósemjur landanna millum. Hetta bar tí við sær, at tingið var ímóti, at Føroyar skuldi limast inn í NATO. Danir gjørdu kortini av, at føroyingar skuldu fylgja við. Í 1949 fór Danmark upp í hernaðarsamgonguna NATO. Fyrst 3. desember 1952 blivu Føroyar við kunngerð í Dimmalætting frá ríkisumboðnum limaðar inn í NATO. Í 1958 gav landsstýrið NATO loyvi at byggja á Sornfelli, afturfyri at NATO rindaði kostnaðin av oyggjarvegnum. Sama ár vóru eisini samráðingar um at byggja Loran C støðina á Eiði. Av skjølum, sum danskir myndugleikar hava sent Løgmansskrivstovuni, framgongur, at Landsstýrið í desembur 1959 góðkendi, at virksemið á Loran C-støðini á Eiði kundi byrja 15. desembur 1959. Sambært somu skjølum vóru menn frá U.S. Airforce i Føroyum fyri at kanna møguleikarnar fyri, at amerikonsk kommunikatiónsstøð kundi verða bygd í Føroyum. Málið varð lagt fyri Peter Mohr Dam, sum tá var løgmaður. Dam vildi ikki hava, at hetta mál, um at byggja eina nýggja, amerikanska, kommunikatiónsstøð í Føroyum afturat, kom alment fram. Heldur ikki vildi Dam, meðan málið enn var á fyrireikingarstigi, tosa við hinar landsstýrismenninar um tað, ella leggja tað fyri tingið. Í desembur 1960 hevði ríkisumboðsmaðurin eina samrøðu við Dam um, at umhugsað varð at byggja eina radiostøð í Føroyum, sum skuldi nýtast av flotamegini hjá NATO í Norðuratlantshavi. Virksemið hjá NATO í Mjørkadali og á Sornfelli varð niðurlagt í 2012. Í 47 ár og tríggjar mánaðir hevur støðin í Mjørkadali gjørt uppgávur fyri NATO við eftirliti av skipum og flogførum í Norðuratlantsøkinum. Mótmæli. Tá ið farið varð at byggja radar- og lurtingarstøð í Mjørkadali í 1963, komu mótmæli frá føroyingum. Men byggingin helt fram, og støðin fór at virka í 1963. Í Føroyum var síðani 1970-árini ein rørsla, ið nevndist "Fylkingin móti NATO", hvørs høvuðsendamál var at fáa Føroyar úr NATO. Í august 1987 kom tað amerikanska herskipið USS McCloy (FF-1038) inn á Havnina. Stór mótmælisgonga tók ímóti herskipinum, tí tað møguliga hevði kjarnorkuvápn innanborða. Eisini kom mótmælisskriv frá løgmanni vísandi til løgtingssamtyktina um Føroyar sum atomvápnafrítt øki. Umframt mótmælisgonguna var eisini ein viðmælisgonga, sum við skeltum vísti á, at "NATO tryggjar friðin”. Søga. a> hevur verið limur, síðan sáttmálin varð gjørdur í 1949. Føroyar eru eisini limur, tí at vit hava uttanríkispolitikk saman við Danmark. 12. mars 1947 helt amerikanski forsetin Harry S. Truman (D) røðu í kongressini í USA. Vanliga verður sagt, at Kalda kríggið byrjar við hesi røðu. Henda røða saman við Marshallætlanini um búskaparligu endurreisnina av Evropa gjørdist m.a. grundarlagið undir hernaðarsamgonguni NATO, ið varð stovnað í 1949. Um somu tíð skipaði Sovjetsamveldið fyri, at londini í Eysturevropa fingu sosialistiskar einflokkaskipanir við ætlanarbúskapum. Í 1955 stovnaði Sovjettsamveldið saman við eysturevropeisku londunum eina hernaðarsamgongu, Warszasamgonguna. Danmark bleiv limur í Nato í 1949. Og hóast Føroya løgting bæði áðrenn og aftaná hetta hevði samtykt, at Føroyar skuldu haldast uttanfyri allar hernaðarsamgongur, vórðu Føroyar í desembur 1952 lýstar at verða limur í NATO. Hervið varð støða Føroya sum uttanveltað land slept. Danmark tók ikki umveldisfyrivarni fyri Føroyum, tá ið tað limaði seg inn í NATO. Føroyar eru tískil partar av tí øki, ið NATO metir seg hava skyldu til at verja. Felagsskapurin fyri Friði. Felagsskapurin fyri Friði (Partnership for Peace, stytt PfP) er ein skipan, har ið semja verður gjørd millum NATO og einstaka landið um samstarv og samskipan á ymsum økjum. Summi lond samstarva einans á fáum økjum, onnur hava eitt sera tætt og víðtøkið samstarv. Talan kann t.d. vera um beinleiðis hernaðarligt samstarv, so sum hernaðarligar venjingar, ella um avmarkað samstarv um til dømis veðurtænastu ella bjarging av fólki í vanlukkustøðu. Í 1999 sjósetti NATO eina virkisætlan fyri at fremja limaskap, sonevnda Membership Action Plan (MAP), til tess at fyrireika upptøku av nýggjum limalondum í NATO. MAP kemur ikki ístaðin fyri PfP, men byggir á PfP- luttøku sum fyritreyt. Hawaii. Staturin Hawaiioyggjar (Hawaiianskt: "Mokuʻāina o Hawaiʻi", Enskt: "State of Hawaii") er ein lutstatur í USA við 1,4 miljónum innbúgvum (2014). Hawaiioyggjar liggja langt úti í Kyrrahavinum - millum Norðuramerika og Japan – seks tíma flúgving úr Los Angeles í Kalifornia. Størsti býur og høvuðsstaður er Honolulu. Almennu málini eru tvey í tali, hawaiianskt og enskt. Í 8. øld nomu polynesar land á Hawaii. Enn búgva nógvir eftirkomarar teirra har. Hawaiioyggjar vóru til ár 1900 frælst kongaríki, men gjørdust tá tjóðveldi og komu í ríkisfelagskap við USA. Í 1959 gjørdust tær 50. veldið í USA. Flest fólk búgva á Oahu, men størsta oyggin er Hawaii. At Hawaii eisini hevur verið bretskt hjáland, sæst m.a. væl á hawaiianska flagginum. Hawaiianska flaggið hevur bretska flaggið í ovasta vinstra teigi og síðan 6 linjur, eina fyri hvønn oyggj (Hawaiʻi, Oʻahu, Kauaʻi, Kahoʻolawe, Lānaʻi, Maui, Molokaʻi og Niʻihau). Mesta fólkið er samankomið úr ymsum heraldshornum – amerikanar, kinesar og japanar eru flestir í tali. Á Hawaii dyrka tey nógv ananas, sukur og kaffi. Søga. Á O'ahu og øðrum oyggjum, sum polynesar búsettu seg á, var fruktagott og gott landbúnaðarlendi. Teir búsettu seg á summum oyggjum og dyrkaðu kokosnøtur, epli, bananir og tero, og veittu vatn á markirnar. Hawaiianar sigldu í kanoskapaðum bátum til fjarskotnar oyggjar. Bátarnir høvdu tvinnanda kjalir, sum vórðu bundir saman. Bátarnir høvdu eisini árar og segl. Teir førdu konufólk, menn og børn umframt bæði plantur, dýr og fræ, sum fólk høvdu fyri neyðini, tá ið tey skuldi seta búgv á oyggjunum, tey komu til. Hawaiianar vóru sjáldsama skilagóðir og dugnaligir sjómenn. Teir sigldu eftir stjørnunum ógvuliga langar leiðir, og miðjaðu seg eftir ætt og alduskoti. Teir, sum vóru við James Cook (1728–1779) á triðju rannsóknarferð hansara, vóru fyrstu evropearar, sum komu til Hawai'i. Tá ið teir komu hagar, varð tikið ímóti Cook, sum var hann ein gudur, men aðru ferð, hann vitjaði oyggjarnar, gjørdist ósemja, og ein dagin, tá ið James Cook keglaðist við Hawaiibúgvar í Kealakekua, varð hann dripin. Í 1959 vórðu Alaska og Hawaii 49. og 50. stakríkið í USA. Landalæra. Í miðjuni av Kyrrahavinum liggur oyggjabólkurin Hawai’i, har lendið skiftir ímillum fruktagóðan regnskóg og grótoyðu, og grótbræðing streymar úr bullandi rivum í jørðini. Oyggjarnar eru 20 í tali, men bara sjey eru bygdar. Átta tær størstu oyggjarnar í Hawaii eru einar 4.000 km í ein útsynning úr San Francisco, Kalifornia. Tann størsta oyggin eitur Hawaii, og høvuðsstaðurin eitur Honolulu. Hawaiioyggjar eru av gosgróti. Gosfjøllini hava verið mong, men nú er bara lív í tveimum. Hesi bæði rúka í heilum og taka stundum á at goysa, men eru tó vandaleys at búgva við. Uppi á gosfjøllunum standa ferðamannaheim, sum eru fullsett við ferðafólk alt árið. Tey vilja fegin á myrkari nátt síggja niður í eitt gløðandi gosop, og um dagin njóta tað fríða útsýnið av fjøllunum. Fleiri staðir er eisini møguleiki at svimja í heitum keldum. Hægsta fjallið er 4.207 metrar. Ein av teimum flottastu tropisku fossunum er at finna á Kauaʻi. Hawaiioyggjar eru stutt norðan fyri ekvator (miðkring), og tí kundu vit hildið, at veðurlagið var heitt og kvalið; men so er ikki. Tað finst valla fagrari og frískligari veðurlag, tí havvindarnir svala so væl, so at sumrini eru ikki heitari enn tey við Miðjarðarhavið og vetrarnir nakað sum summar í Norðurtýsklandi. Tað frálíka veðurlagið og tann fruktagóða jørðin gera, at mong fólk huga sær væl at búgva í oyggjunum. Hægsta fjallið er 4.207 m. høga gosfjallið Mount Kea. Flotahavnin Pearl Harbour er gitin frá Seinna heimskríggi. Jarðfrøði. Hawaii eru 132 gosoyggjar. Flestu gosfjøll eru á kantinum á meginlandaplátunum, sum jarðarskorpan er býtt sundur í. Hesi gosfjøllini verða soleiðis til, at groyti spríkir upp ígjøgnum ein gosháls og haðan upp ígjøgnum rivur í havbotninum. Tá ið pláturnar í jarðarskorpuni flyta seg uppi yvir einum tílíkum goshálsi, verða nýggj gosfjøll til. Nú er goshálsurin undir oynni Hawaii. Oyggjar. Navn á oyggjunum (enskt heiti). Búskapur. Bøndurnir á Hawaiioyggjum velta sukurrør og ananas. Nógv ferðafólk koma alt árið til oynna Mavi og hinar Hawaiioyggjar. Ferðafólkið er nógv, sum hagar kemur, og mong eru tey, sum liva av at taka ímóti teimum. Tey arbeiða á ferðamannastovum, gistihúsum, handlum og gera smálutir at selja teimum mongu ferðamonnum, sum við flogførum og stórum skipum koma yvir um hav at sóla sær við strendurnar og at bólta sær í Kyrrahavinum. Fólkið. Tað búgva 1,3 mió. fólk í oyggjunum. Upprunaliga búðu har bara polynesarar, men nú eru teir ikki óblandaðir, tí fólk úr øllum ættum eru komin hagar. Fjøldin av teimum er japanarar, amerikanarar, filiparar, kinesarar o.a., og allir liva teir í góðari semju sum eitt fólk. Av upprunafólkinum eru bara eini 20 000 eftir. Nógv fólk úr USA kemur eisini til oyggjarnar at halda frí. Jødadómur. Á høgtíðini hanukka kveikja jødar ljós í staka, nevndur "menora". Jødadómurin varð til um 2000 f.Kr., tá ið hebrear settu seg niður í tí, sum nú mest er Ísrael. Jødadómurin er upprunin at hinum báðum átrúnaðunum, ið bara hava ein gud, kristindóminum og islam. Eingin ávísur maður verður sagdur at hava stovnað jødadómin, men Ábraham var fyrsti oddamaðurin. Jødar vænta, at sendiboð Guds, Messias, skal koma og bøta um lívkorini í heiminum. Messias skal endurstovna gamla kongsríki jøda. Ríkið fór til grundar í 6. øld f.Kr. Halga bók teirra er jødiska Bíblian - Gamla Testamentið, og týdningarmest er Toran - tær fyrstu fimm Mósebøkurnar. Eftir jødajagstranirnar í Evropa, stovnaðu jødarnir sítt egna ríki Ísrael í 1948, men enn búgva nógv flestu jødar víða um í heiminum. Átrúnaðarligur leiðari eitur "rabbinari". Hann lærir jødar lógirnar og leggur tær út. Rabbinarar granska og lesa tvær halgibøkur, Talmud og Tora, sum eru skrivaður á bókarullur. Í Talmud stendur, hvussu jødar eiga at liva, og hvussu lógirnar eru at skilja. Retttrúgvandi jødar (ortodoksir) liva eftir skriftunum og halda tey mongu boðini til lítar. Boðini eru m.a. um mat og klædnabúna, til dømis er ikki loyvt at eta skeljadýr ella svínakjøt. Jødar, ið ikki eru "rætttrúgvandi", halda ikki boðini so strangliga. Jødar halda gudstænastu í sýnagoguni. Jødatekn. Teknið hjá jødum er sekshyrnta dávidsstjørnan. Í øldir, í ringum og góðum tíðum, hevur frásøgnin um makkabearar víst jødum, at einki yvirvald megnar at týna tey, sum stríðast fyri síni trúgv og at liva, sum tey sjálv vilja. Menorain er til minnis um hetta stríð og sigurin. Reyði Krossur. Reyði Krossur er altjóða felagsskapur, ið rekur hjálpararbeiði í friðartíð og krígstíð. Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur, ið var settur á stovn, at verja mannalív og heilsu, at tryggja virðing fyri øllum menniskjum og at fyribyrgja og linna um menniskja líðing. Í islamskum londum eitur felagsskapurin Reyði Hálvmáni. Henri Dunant stovnaði henda felagsskap at hjálpa løstaðum hermonnum í kríggi. Í seinnu helvt í 19. øld komu nógvir Reyðakrossfelagsskapir í ymsu londunum. 16. apríl í 1926 var Reyðikrossur í Føroyum settur á stovn sum amtsdeild undir Dansk Røde Kors (1876), og 31. oktober í 1992 varð navnið broytt til Føroya Reyðikrossur. Felagsins standur er nú sjálvstøðugt felag undir Dansk Røde Kors. Reyðikrossur rekur menningarhjálp og vanlukkuhjálp og arbeiðir fyri mannarættindum. Reyði Krossur Føroya. Reyði Krossur hevur virka í Føroyum í 83 ár, og er mangt manngott arbeiði gjørt øll hesi árini. Bjargingarringar hava verið settir upp kring landið, brúkt klæðir vera savnaði inn og latin teimum, ið hava tørv á tí, endurnýtslu handlar eru, nógv skeið í fyrstuhjálp vera hildin, samarittarnir hjálpa til á tiltøkum, vitjunartænastan tryggjar góða samveru til tey, ið eru einsamøll og mangt annað verður gjørt hvønn dag her á landið. Eisini hevur Reyði Krossur Føroya lati stuðul til útheimin, bæði til menningarhjálp, eitt nú tá jarðskjálvtin rakti Haiti í 2010 og tá hungursneyðin rakti Eysturafrika í 2011. Og til menningarstuðul, sum til dømis heilsuprosjektið í Kambodja, har fleiri bygdir í norður eystur Kambodja fingu stuðul, at byggja vatnbrunnar og at fáa frálæru í reinføri. Taoisma. Teknið Yin og Yang stendur fyri javnvág og samljóði. Taoisman, ið tók seg upp í Kina um 300 f.Kr., er vegurin (tao) til einfalt lív og levnað leys av øllum jarðligum strevi. Endamálið hjá teoistum er at liva í samljóði við náttúruna, so at javnvág verður ímillum tann óvirkna kvinnupartin av likaminum (yin) og tann virkna mannpartin (yang). Taoistar trúgva á mangar gudar, og lívsendamál teirra er at liva í samljóði við náttúruna. Kinverjin Lao-Tze stovnaði henda átrúnað um ár 300 f.Kr. Taoisman er mest í Kina og aðrastaðni í Eysturásia. Jens Stoltenberg. Jens Stoltenberg (føddur 16. mars 1959 í Oslo) var forsætisráðharri í Noregi frá 2005 til 2013. Eisini forsætisráðharri 2000–2001. Formaður Arbeiðarafloksins síðan 2002, og stórtingsmaður fyri Oslo síðan 1993. Vinnu- og orkuráðharri 1993–1996 og fíggjarráðharri 1996–1997. Stoltenberg hevur mangan nevnt móður sína sum størstu fyrimynd sína; Karin Stoltenberg hevur sagt frá, at hon ætlaði sær at vera granskari og var í holtur við at útbúgva seg innan ílegugransking, tá hon síðst í fimmtiárunum hitti Thorvald Stoltenberg og giftist honum. Tey fingu trý børn, Jens, Ninni og Camilla. Jens Stoltenberg verður aðalskrivari í NATO; hann byrjar í starvinum tann 1. oktober 2014 og tekur við eftir danan Anders Fogh Rasmussen. Sambært vælvitandi keldum var tað týski kanslarin, Angela Merkel, sum mælti til at velja Jens Stoltenberg til aðalskrivara í NATO. Keldurnar vita eisini at siga, at Barack Obama tók beinan vegin undir við týska kanslaranum. Deyðarevsing. Deyðarevsing kort (trýst á myndini). Deyðarevsing er revsing við lívláti. 133 ST-limalond hava avtikið nýtslu av deyðarevsing antin í praksis ella umvegis lóggávu. Bert 25 lond framdu avrættingar í 2006, og bert seks lond stóðu fyri 91 prosentum av øllum avrættingunum. Hesi vóru: Iran, sum avrættaði í minsta lagi 177 fólk, harímillum fýra ungdómar; Irak, sum avrættaði í minsta lagi 65 fólk, harímillum ein ungdóm; Sudan í minsta lagi 65 fólk; Pakistan í minsta lagi 82 fólk; USA 53 fólk og Kina, sum avrættaði í minsta lagi 1010 fólk. Avrættingar verða mettar at vera ríkisloyndarmál í Kina og tí eru veruligu tølini nógv hægri, umleið 8000 avrættingar árliga. Iran hevur undirskrivað altjóða sáttmálan um sivil og politisk rættindi og altjóða sáttmálan um barnarættindi og hevur harvið pliktað seg til ikki at avrætta persónar fyri brotsverk, ið persónarnir framdu, tá hesir vóru undir 18 ár. Hóast hetta hevur Amnesty International síðani 1990 skjalprógvað í minsta lagi 18 avrættingar av gerningsmonnum, ið vóru undir 18 ár, tá ið brotsverkini vórðu framd. Bert í 2005 avrættaði Iran í minsta lagi 8 persónar, ið vóru undir 18 ár. Hvítarussland er einasta land í Evropa, sum framhaldandi nýtur deyðarevsing. Í Miðasia er rákið somuleiðis við at venda, og alt fleiri lond avtaka deyðarevsing. Í juni 2007 avtók Kirgisia deyðarevsing fyri vanlig brotsverk, og í Kasakstan hevur deyðarevsing ikki verið nýtt síðani 2003. Í Afrika vóru 23 avrættingar í 2011. Fleiri afrikonsk lond hava longu avtikið deyðarevsing. Av teimum 53 londunum í Afriku hava 12 lond heilt avtikið deyðarevsing. Senegal avtók til dømis deyðarevsing í 2004, Fílabeinsstrondin í 2000, Suðurafrika í 1997 og Angola í 1992. Lond sum Mali, Algeria, Niger og Sambia teljast millum tey 14 londini, sum ikki hava framt nakra avrætting seinastu 10 árini, hóast tey formliga ikki hava avtikið deyðarevsing. Tað eru sostatt helmingurin, 27 afrikonsk lond, sum enn fremja avrættingar. Sambandsríki Amerika er einasta landi á amerikanska meginlandinum, ið hevur avrættað fólk síðani 2003. Tær 43 avrættingarnar, ið vórðu framdar í 2011 í USA, eru lægsta talið av avrættingum síðani mitt í 1990-unum. Á Filipsoyggjunum varð deyðarevsing avtikin í 2006 og tað eru somuleiðis onnur framstig at hóma í Asia. Kina, ið hevur heimsmet í deyðarevsing, hevur tikið deyðarevsing upp til kjak og væntað verður, at talið av avrættingum fer at minka við 20–30 % í Kina komandi árini. Í 1706 vórðu tvey hálvsystkin, lítið meira enn børn, hálshøgd í Tórshavn fyri blóðskemd, og hetta gjørdist samstundis seinasta deyðarevsind í Føroyum. Deyðadómur í friðartíð varð avtikin í Føroyum við gildissetingini av borgaraligu revsilógini frá 1930. .us. .us er økisnavn hjá USA. .uk. .uk er økisnavn hjá Stóra Bretlandi. Hav. Hav er sjógvur landa millum, sjógvurin uttansyndis. Hav fjalir 71 % av jarðarknøttinum, og alt tað, vit rokna sum hav, hongur meira ella minni saman. Í veruleikanum er alt eitt stórt hav; men vanliga býta vit tað sundur. Vit tosa um trý heimshøv: Atlantshavið, Indiahavið og Kyrrahavið. Øll onnur høv kunnu roknast sum partar av hesum trimum; men ofta verða smærri havøki býtt frá. Høgni Reistrup. Høgni Reistrup ella Högni Reistrup sum er navnið hann brúkar sum tónleikari (føddur 1984) er ein føroyskur sangari, sangskrivari, tónleikari og rithøvundur, útbúgvin miðlafrøðingur (cand.mag í miðlavísindum). Hann hevur givið út fýra fløgur. Fjórða útgávan hjá Högna Reistrup við heitinum "Áðrenn vit hvørva" kom út 2. desember 2013. Útgávan er tøk á plátu, fløgu og talgilt. Upptøkurnar eru framdar í Berlin og í Reykjavík. Framleitt tilfarið á "Áðrenn vit hvörva" hava Janus Rasmussen og Ólavur Jákupsson. Fyrsta staklagið av "Áðrenn vit hvörva" var "Vegurin" Hann gav út sína fyrstu fløgu 11. juli 2007 við heitinum "Hugafar á ferð". Fløgan fekk góð skoðsmál og millum annað 4/6 stjørnur í viðurkenda danska tónleikablaðnum Gaffa. Sangurin "Vit vita at so er" av fyrstu útgávuni lá ovast á hittlistanum í føroysku útvarpssendingini "15 tær bestu" i 8 vikur. Høgni er eisini rithøvundur. Hann gav út bókina Valið og valdið í 2011 saman við Stefani í Skorini. Í bókini greina 17 ymiskir frøðingar løgtingsvalið við útgangsstøði í servitan teirra. Í 2012 góvu Høgni og Heri á Rógvi út bókina, ið fekk sera nógva umrøðu. Útbreiðsla. Umframt at tónleikurin er nógv spældur í Føroyum, hevur hann eisini verið at hoyrt í millum annað Íslandi, Týsklandi, Onglandi, Skotlandi, Danmørk, Grønlandi og Finnlandi. Vinnuvirksemi. Høgni Reistrup hevur stovnað og er stjóri í fyritøkuni Guide to Faroe Islands, sum er ein marknaðarpallur fyri upplivingar til ferðafólk. Klassiskar gudalærur. Tær klassisku gudalærurnar eru tann grikska og tann rómverska gudalæran. Á øðrum málum verður orðið "mytologi" brúkt um hesar gudalærur. Afrodita. Afrodita (Afrodite ella Afroditi) Kærleiksgudinnan; í Róm tann sama sum Venus. Hon er ein av teimum tólv miklu olympunum og gav vakurleika og kynsliga atdráttarmegi og varð altíð lýst og avmyndað brosandi, ofta niðrandi. Kulturin um hana var fremmandur og kom úr næreystri um Kýpros og Siteru. Tvær sagnir eru um føðing hennara: hjá Homeros er hon dóttir Zevsar og Dionu, og kona Efeistos. Zevs var góður við hana, men hon hevði seg undan; av vreiði gav Zevs síðani lamna soni sínum, Efeistosi (á rómverskum æt hann Vulkan) hana. Men Hesiod sigur heldur ørðvísi frá: Kronos skar kynsgøgnini av faðiri sínum, Uranosi, tveitti tey í havið, tað fór at skúma um tey, og tey gjørdust til Afroditu. (Á forngrikskum merkja tvey tey fyrstu stavilsini í navni hennara, afros, skúmur.) Tá Afrodita steig upp á land, spruttu blómur har, hon steig, og Eros (Kupito) fylgdi henni, og kanska aðrir guddómar eisini. Hon varð nevnd Anadyomena, ið merkir 'hin landstigna', og Sypris, ið merkir 'kýprosinnan'. Platon skýtur upp, at tvær Afroditur vóru: Afrodita Urania, fullkomna kærleikans gudinna, og Afrodita Pandimos, vanliga kærleikans gudinna. Hetta er sundurskiljing, ið samsvarar Platons heimspeki. Afrodita var ikki Efeistosi trúgv, tí hon stóð fyri kynsligum tankaloysi heldur enn hjúnarlagsins strongu reglur (ið Hera vildi verja), og í elstu forngriksku gudalæruni er hon ábyrgdarleys. Í Odusseiuni ('Odyssevsarkvæðnum') greiðir Homeros frá, hvussu sólgudurin Helios avdúkaði fyri Efeistosi tað, at hon var ótrúgv við Arevsi, og hvussu Efeistos fangaði tey bæði nakin í brúðarsong síni við eini ósjónligari nót. Síðani bjóðaði hann øllum hinum gudunum heim til sín at flenna at teimum, og so komu teir, og flentu inntil Posidon vildi hava semju í. Hesi børn átti hon var Arevsi: Deimos og Fopos, ið merkja 'ótti' og 'angist' (orðið fobi er avleitt av 'Fopos'), Harmoniu, ið giftist Kadmosi úr Tepis, og kanska Eros eisini; hann varð tó oftast hildin hava føtt seg sjálvan, áðrenn olympar komu til valdið, tó hann hevði somu eginleikar, sum bæði Afrodita og sum Arevs. Av tí, at Afrodita hevði hildið tey ódeyðiligu fyri gjøldur, revsaði Zevs hana við at gera hana ásttikna í einum feigum, Ankusevsi. Hon makaðist við fleiri øðrum gudum og føddi Priapos, gudin við stórum kynslimi, av Dionysosi, og sambært Apollodorosi, eisini Eryx av Posidoni. Hon vildi ikki geva Hermisi vilja sín, men Zevs hjálpti honum við at senda eina ørn, sum stjól sandalina frá henni og gav Hermisi hana; so noyddist Afodita at geva Hermisi vilja sín fyri at fáa hana aftur. Hon føddi honum Hermafroditevs, ið var bæði drongur og genta. Afrodita hevði megina at gera allar guddómarnar ásttiknar ella sera girndarmiklar, allar uttan Pallas Atenu, Artumis og Hestiu. Tá Hera vildi hava sín vakurleika at fáa Zevs at luta og gloyma kríggið við Troya, lænti hon eitt belti frá Afroditu, so Zevs ikki fekk staðið ímóti henni. Afrodita var drigin at Adonevsi og klandraðist við Persefonu um hann. Tá villsvínið drap Adonevs, gjørdi Afrodita so reyða anemonin vaks har, ið blóð hansara var. Afrodita elskaði feigar, so sum Ankusevs, og bar honum Eineias, og hon hjálpti monnum, ið elskaðu feigar kvinnur. Týdningarmiklasta gudasøgnin um hana er søgnin um Paris, ið var atvoldin í krígnum við Troya. Í brúðarveitsluni hjá Pelevsi og Tetis rullaði Eris (ið merkir 'kegl') eitt gylt súrepli við áskriftini 'til ta vakrastu' inn eftir gólvinum. Hera, Pallas Atena og Afrodita vildu allar eiga tað, og Zevs valdi Paris, vakrastan av monnum, at døma. Allar royndu við mutri, og hann valdi mutrið frá Afroditu, ið var kærleikin frá teirri vakrastu kvinnuni, og hon slapp at eiga súreplið. Millum onnur feig, ið Afrodita hjálpti, er Milanion (ella Hippominevs) ið ynskti sær Attalantu, Javson, ið vildi hava Metiu, Paris, ið hon hjálpti bæði við at burturflyta Helenu, og øll árini aftaná, meðan hann ikki vildi sleppa henni; hon fekk tó hvørki bjargað Troya frá at týnast ella Paris frá at doyggja, tí tað var avgjørt, at so skuldi verða. Men hon bjargaði troyabúgvum frá at týnast við at hjálpa soni sínum Eineiasi at flýggja úr tí brennandi býnum at søkja nýtt heimland - hon hjálpti honum eisini í ástarmálum við at fáa Dido at gerast ásttikna í honum Hon revsaði tó eisini bæði feig og ódeyðilig, ið gjørdu hana firtna ella søgdu seg vera betri enn hon. Millum hesi vóru móðir Myrru og tríggjar døtur hennara (sí Kinyras), Glafkos (2), hvørs ryssur ótu hann, tí hann ikki vildi lata tær kvidnast, Pasifu, konu Minos kong av Kreta, sum hon fekk at girnast ein tarv og at føða minotaurin, kvinnurnar á Lemnos, ið ikki vildu vita av kultinum um hana, og tí gjørdi hon so deymurin stóð av teimum, so menninir rýmdu frá teimum, og so steinaðu tær teir til deyðis - men so til endans komu argonautarnir, og fyri at gera Efeistos glaðan, gjørdi hon so kærleikan, tí hon gjørdi so Fedra, ið var gift faðir hansara, gjørdist ásttikin í honum, og tá hann ikki vildi vita av henni, leyg Fedra fyri manni sínum at Hillolytos hevði neyðtikið seg, og hongdi seg síðani. Tesevs bannaði sonin og gjørdi hann útlagnan, og Hippolytos fekk eisini ógvusligan deyða. Afrodita revsaði eisini Klio dís, t´´i hon hevði flenta at sær fyri at elska feiga Adonevs: hon fekk eisini Klio at elska ein feigan, Pieros. Afrodita revsaði eisini degningsgudinnuna Eos, tí hon hevði ligið hjá hjá manni sínum, Arevsi, og fekk hana at elska tveir feigar, Kifalos og Titanos. Helios hevndi hon seg eisini inná, tí hann hevði slatrað fyri Efeistosi um seg og Arevs; hann gjørdist ásttikin í teirri feigu Levkotiu. Men Afrodita fekk tó sítt í krígnum við Troya, tá hin feigi Diomedevs særdi hana, so hon mátti rýma av vígvøllinum. Í grikskari gudalæru var Afrodita ofta ónd og enntá láturlig, men í rómverskari varð hon tikin nógv meira í álvara, og eisini søgd at vera blíðari. Amulios. Amulios Fimtandi kongur í Alba Longa, sonur Prokas og bróðir Numitor. Prokas býtti kongaliga arvin í tvey: annar var dýrgripirnir, hin kongaríkið. Numitor valdi tann seinna, men Amulios leit á ríkidømi sítt, rak hann burtur og settist á trónuna. Hann noyddi bróðurdóttur sína, Reu Silviu (1) í kleystur, so Numitor ongan arving skuldi fáa; Mars neyðtók hana, og hon føddi teir báðar Remus og Romulus. Tá Amulios frætti hetta, bað hann hirðar sínar drepa hana og drukna nýføðingarnar í tiberánni. Hirðarnir druknaðu teir tó ikki, men løgdu teir bara í eina kurv og løgdu kurvina á ánna. Hirðin Faustulos fann teir og ól teir upp heima hjá sær. Tá tvíburðarnir vóru vaksnir, gjørdust teir seyðatjóvar; á eini ránsferð at stjala seyð, varð Remus fangaður og tikin fyri kong, ið fann út av, at Numitor átti seyðin, og gav bróðuri sínum hann. Numitor fann út av, hvør hann var. Hann sendi eisini boð eftir Romulusi, og tað endaði við, at tvíburðarnir róku Amulios av trónuni, drupu hann og góvu abba sínum Numitori valdið aftur Andromakka. Andromakka (Grikskt mál: Ἀνδρομάχη - Andromake) var dóttir Eetion, kona Hektor og verdóttir Priamos. Hon og Hektor áttu bert ein son, Astyanax. Eftir at Troya fall og Hektor var deyður, varð móður Andromakku givin Akillevsi, sum part av ráninum úr Troya, og Andromakka sjálv fall í Neoptolumosar lut. Neoptolumos tók hana við sær til Epiros, har hann var kongur, og har føddi hon honum tríggjar synir, Molossos, Pielos og Pergamos. Neoptolumos fór seinni frá henni og giftist Hermionu, dóttur Menilaos og Helenu, ið ikki fekk átt børn og tí bar agg til Andromakku, tí hon var so fruktagóð. Evripidevs sigur, at Hermiona vildi drepa Andromakku og børn hennara meðan Neoptolumos var burturi í Delfi, men at Pelevs vardi tey. Hetta hendi antin í Ftitia ella í Epiros. Tá Neoptolumos varð myrdur í Delfi, arvaði síggjarin Helenos, bróðir Hektor, bæði kongaríkið í Epiros og Andromakku. Tey áttu ein son, ið tey nevndu Sestrinos (sí Molossos). Tá Eineias ferðaðist í Epiros ráddu Andromakka og Helenos har í friði. Tá Helenos doyði, sigst, at hon fór við soni sínum Pergamosi heilt til Mysia, har hesin grundlegði Pergamon. Sambært sagnunum var Andromakka høg, myrk og ráðarík. Askanios. Askanios Sonur Eineiasar og Krevsu (4). Ein onnur søgn sigur, at Eineias og Lavinia fingu hann tá Eineias kom til Italia. Tann elsta søgnin sigur, at Eineias rýmdi við Askaniosi úr Troya, tá býurin fall, og sendi hann til Propontisoy, meðan hann fór at leita eftir einum nýggjum heimlandi, nú ið einki Troya var; seinni bygdu Askanios og Skamandrios (1) (sí Astyanax) Troya upp av nýggjum. Ein onnur søgn sigur, at Askanios búði í Italia hjá Eineiasi. Á gamalsaldri skal Eineias vera farin aftur til Troya at ráða, og sonurin arvaði kongaríkið eftir hann. Rómversku sagnirnar um Eineias siga, at Askanios búði í Italia og var tann fyrsti av sínari ætt. Í Eineiuni eftir Virgilius er Askanios við. Har er hann ungur og er við í troyaleikunum, er á veiðiferð í skógunum við Latium, er bæði Eineiasi og ommu síni, Venus, kærur, tí hann eigur framtíðina í troyabúgvum. Eftir at Eineias doyði, bar Askanios sigur av etruskum við numikosvatn og grundlegði býin Alba Longa á tí staðnum, har ið Eineias hevði ofrað eina hvíta súgv og hennara tríati ungar. Hetta noyddu latínar hann at gera, tí teir vóru í parti við stjúkmóðir hansara, Laviniu, og ímóti honum. Tá Eineias var deyður, flýddi Lavinia, ið var upp á vegin, tí hon óttaðist, at Askanios fór at drepa hennara ófødda barn. Hon flýddi til ein hirða, ið æt Tyrros, og átti barn sítt, Silvius, heima hjá honum. Tá Askanios doyði, arvaði Silvius trónuna í Alba. Astyanax. Astyanax Sonur Hektor og Andromakku. Faðirin kallaði hann Skamandrios (1) eftir ánni, ið rann fram við Troya, men vanliga fólkið kallaði hann Astyanax, ið merkir 'býarinnar valdsharri'. Tá Troya var týndur, tveittu antin Akillevs og Neoptolumevs, ella Menilaos og grikska herlið hansara, hann av einum torni, so hann doyði - tí Odyssevs hevði varað teir við, at hvørki dreingir ella menn av Priamosar ætt skuldu liva eftir. Aðrar sagnir siga, at Astyanax ikki varð dripin, men livdi at byggja Troya upp av nýggjum (sí Askanios) Dísar. dísar Kvenngudar ella ondir, sum búðu ymsastaðni í náttúruni; tær vóru hildnar vera ódeyðiligar, ella í øllum førum livdu tær sera leingi (sí 'hammadriturnar' niðanfyri). Tær vóru flogsur, sera vakrar og ungar, eldust ikki, og áttu nógv børn, bæði við gudum og monnum. Summar dísar dugdu at spáa. Í homerisku kvæðunum eru tær døtur Zevs. Tær búðu í stórum og smáum holum, har tær nýttu tíðina til at syngja og spinna. Tær ganga ofta týdningarmiklari gudinnum (serliga Artumis) ella onkrari aðrari dís, ið er týdningarmiklari enn tær, til handa. Kalypso (1) og Kirka høvdu soleiðis fylgidísar. Dísar kunnu bólkast eftir dvølstøðum sínum: meljur vóru askardísar (tvs tær búðu í aski, sum er eitt træslag) og ikki døtur Zevsar, men Uranosar: tær føddust úr blóðsdropunum frá evkvettu kynsgøgnum hansara. Neiur búðu í keldum og áum og vórðu ofta hildnar vera døtur áargudin í ánni, har tær búðu. Nereiur vóru havdísar (tær vóru døtur Nerevsar, ið var nevndur 'gamli á havbotninum'). Tetis, mamma Akillevs, og Amfitrita, kona Posidon, eru tvær kendar nereiur. Okuanurnar vóru eisini havdísar, og døtur Okuanos og Tetis. Oreiur búðu í fjøllunum, alsur í viðarlundum (úr grikskum alsos, ið merkir 'heilagur skógur'), driturnar búðu í trøum, hammadriturnar búðu hvør í sínum einstaka træi, og tá trøini doyðu, doyðu tær eisini. Nógvar aðrar dísar vóru nevndar eftir ávísum støðum í náttúruni, til dømis akkuloyurnar, ið búðu í akkulosánni. Dísar eru ofta við í sagnum um kærleika (sí Dafnu, ekkó, Kallisto (1)). Teir, tær makaðust við, vóru sum oftast gudar sum Pan, satýrarnir og Priapos, men eisini drógu tær slíkar týdningarmiklar gudar sum Zevs, Apollon, Hermis, Dionysos og aðrar. Í summum sagnum gjørdust tær góðar við og burturfluttu dreingir; Hylas var ein teirra. Eetion. Eetion Ein kongur í Tepis í Mysialandi, pápi at Andromakku. Hann og sjey synir hansara doyðu fyri Akillevsi, tá hesin týndi Tepis. Akillevs virdi Eetion somikið fyri dirvi og reystleika, at hann ikki tók brynjuna av honum, men jarðaði hann við henni og gjørdi nógv burturúr jarðarferð hansara. Dísarnar plantaðu ein álm á grøv hansara Eineias. Eineias (grikskt: Αἰνείας, "Aineias") var troyabúgvi og kappi; sonur Ankisevs og Afroditu. (Sí Ankisevs um staklutirnar um, hvussu hann varð føddur). Í Ilionskvæðnum sigst Eineias vera næstdjarvasti maður í Troya eftir Hektor. Tað var tó eftir kríggið, at hann munaði eftirtíðini við at føra troyar til Italia at leita eftir nýggjum heimlandi. Eineias var einasti troyi, ið framtíðarvónir vórðu givnar - Posidon segði, at hann skuldi valda troyum. Eineias varð tí eftirmaður Priamosar, hóast tað Troya, ið hann valdaði, ikki var tað rætta. Eineias hoyrdi ikki til ta valdandi familjuna, men tá Ankusevs og Afrodita høvdu parast, avdúkaði Afrodita seg og segði: 'Tú fert at fáa ein son, sum fer at valda troyabúgvum, og hann fer at eiga synir, og hansara synir aftur synir, og so framvegis í allar ævir'. Eineias vaks upp í fjøllunum hjá dísum til hann var fimm ár; tá fór faðir hansara inn í býin við honum og leit Alkatosi, ið antin var konubróðir ella konusystirmaður hansara, honum upp í hendur, og hesin tók sær av hansara skúlagongd. Í troyakrígnum stóð Eineias á odda fyri dardaana herliði (Dardaanos var býur í líðunum við Iðafjall). Eineias var ónøgdur við, at Hektor ráddi meir enn hann, og at Priamos tóktist hava lyndi til at niðra seg. Í krígnum við Troya hittust Akillevs og Eineias á Iðafjalli, og Akillevs rak hann til Lyrnessos; og tá Akillevs týndi tann býin, bjargaði Zevs honum undan Akillevsi. Diomedevs (2) særdi eisini Eineias: tá Afrodita vildi bjarga honum, varð hon sjálv særd, men Apollon fjaldi Eineias í toku og flutti hann av vígvøllinum. Seinni kom hann aftur, drap Kreton og Orsilokos, leyp á leguna hjá akeium, bardist móti Idominevsi, drap fleiri grikkar og stóð undir liðini á Hektori, tá hesin rak akeiarnar burtur. Hann var millum teirra, ið bardust um líkið av Patroklosi, og bardist aftur við Akillevs: hesuferð bjargaði Posidon honum við at gera mjørka beint framman fyri Akillevsi, draga spjótið úr skjøldrinum hjá Eineiasi og flyta kappan aftur millum sín egna her. Grundin til, at Posidon bjargaði einum troyabúgva var, at hann mintist spádómin hjá Afroditu, at Eineias ein dag skuldi ráða yvir troyabúgvum, og at hansara eftirkomar skuldu taka við. Ein grund var kanska eisini, at Eineias ikki var av ætt Laomedons, men beinleiðis skyldur við Tros umvegis Ankusevs, Kappis og Assarakos. Eineias hjá Homerosi er tí ein kappi, sum gudarnir vardu (og hann virdi eisini teir nógv) og hvørs lagna var mikil: tí hann átti lívið í øllum tí troyanska fólkaslagnum. Alt hetta sambindir Virgil í sínum kvæði, ið eitur Eineian. Tá Hektor var deyður, tók Eineias aftur á seg at verja býin. Man tá Laokoon doyði, skilti Eineias, at tað var jarðtekin, ið sýndi, at Troya fór at verða týndur, og flýddi saman við Ankusevs, Krevsu (4) og soninum Askaniosi. Eitt annað brigdi av søgnini sigur, at Eineias varð tikin á bóli av grikskum álopi á býin og kláraði at flýggja við Ankusevs á rygginum og berandi Askanios, ið aftur bar penatar, penatur, og palladiumið. Krevsa gekk aftaná, men misti teir burtur; Eineias fór at leita eftir henni, men sá ham hennara fyri sær, og hamurin bað hann uppgeva at leita. Hann fór upp á Iðafjall og stevndi øllum teimum troyabúgvum, ið yvirlivdu, saman og grundlegði ein annan bý og ráddi í honum, og soleiðis gekk spádómurin hjá Afroditu út - ið sigst var atvoldin til kríggið í Troya, fyri at ræna trónuna frá Priamosi og geva sínum egnu eftirkomarum hana Søgnin, sum er grundarlagið undir Eineiuni eftir Virgilius er hon um ferðir Eineiasar. Eftir ein stuttan steðg á Iðafjalli (sí Oxynios) fór hann til Hesperia, ið er tað sama sum Italia. Hann steðgaði í Samotraki, Traku, har hann droymdi Polydoros, yngsta son Priamosar, ið bað ahnn fara víðari sum skjótast. Síðani fór hann til Makedonia, Delos, har Apollons orakkul bað hann søkja røtur sínar. Tískil fór hann til Kreta, haðani Tevkor var, hvørs abbasonur, Ilos, grundlegði Troya. Á Kreta var tá hungurssótt, og Eineias droymdi Penatos, ið segði honum, at Apollon ikki meinti heimland Tevkors, men tað hjá soni hansara, Dardanosi, faðiri Ilos, ið var úr Hesperia. Stormur kom, og tey ruku fyrst til Sitera, so Lakonia, so Arkadia, har harpurnar rændu frá teimum (harpurnar vóru kvinnur, ið líktust fuglum, og vóru hildnar hava stolið alt, ið hvarv sporleyst). Ein harpa, Selano, segði teimum, at tá tey vóru so svong, at tey fóru at eta borðini eisini, tástani vóru tey í nýggja heimlandi sínum. Úr Arkadia fóru troyar til Sakyntos, Levkas, Epiros, har Helenos og Andromakka ráddu. Helenos dugdi at spáa og spáddi, at Eineias fór at grunda eina mæta tjóð, og bað tey fara umvegis Drepanon. Tey løgdu til havsaftur, sluppu undan Skyllu (1) og Karybdis og náttu at endans Drepanon, har Ankusevs doyði. Tá Eineias legði til havsaftur, vildi (Juno á rómverskum) forða fyri, at eitt nýtt Troya varð bygt og gav Eiolosi boð um at sleppa vindunum eftir teimum. Posidon gjørdi tó logn aftur, og Eineias og hinir troyarnir ruku til Kartago (sí Dido). Haðani fór hann aftur eftir boðum frá gudunum, ið ikki vildu, at hann í friðum skuldi búsetast í býi, ið skuldi vera fíggindi Róms, og kom til Kumei, har hann seinni fór at vitja sibyluna (ið var spákvinna), og hon fór við honum niður til Haddevs. Har hitti hann millum aðrar skuggar Didosa, ið tagdi og vendi sær frá honum. Skuggin av faðir hansara segði honum í nýtum orðum um framtíð sína og framtíð Róms. Hesi orð góvu Eineiasi styrk, og hann fór upp aftur úr deyðans ríki og legði frá Kumei við skipum sínum og legði at í Keietu at jarða gomlu bróstmóðir sína, og nevndi oynna eftir henni, stýrdi undan oynni hjá Kirku og kom at endans til har tiberáin rann út í havið. Har løgdu tey at og fingu sær at eta; og so svong vóru tey, at tey eisini ótu brettini, ið tey høvdu nýtt sum borð. Tá mintist Eineias spádóm Selanos. Tað staðið, har tey vóru, æt Latium, og Latinos kongur ráddi. Hann og konan, Amata, høvdu lovað Turnosi rutulakongi einasta barn sítt, Laviniu. Men eitt orakkul hevði langt áðrenn Eineias kom spátt, at Lavinia skuldi giftast fremmandum manni. Latinosi kongi líktist væl á Eineias og bjóðaði honum dóttrina, men Hera legði uppíaftur furiuna Alekto úr Haddevs at venda Amatu ímóti hesum. Alekto eggjaði eisini Turnosi at leypa á tey fremmandu. Millum hansara sameindu var etruskin Mezentios - men bara Mezentios sjálvur, tí fólkið hevði verið so kúgað undir hansara ræði, at tey fóru upp í part við Eineiasi og hansara troyabúgvum. Eineias droymdi, at ein tiberiagudur bað hann fara til Pallantium, og at hann á vegnum fór at síggja eina hvíta súgv við tríati ungum, og at har skuldi Askanios byggja ein bý og nevna hann 'Alba Longa', ið merkir 'langi hvíti'. Eineias fann súnna, ofraði Heru hana og vónaði at blíðka hana, fór eftir tiberánni til Pallantium, har Róm seinni bygdist (á Palatinheygi), og har søkti hann um at sleppa upp í part við Evandur kongi (3), ið einaferð hevði gist Ankusevs. Evandur var blíður við Eineias og sendi alt fyri eitt herlið undir leiðslu av soni sínum, Pallasi (4), at hjálpa honum móti rutulakongi og Mezentiosi. Evandur ráddi Eineiasi at fara til Agylla í Evtruria at øsa fólkið hjá Mezentiosi til uppreistur. Men meðan hann var burturstaddur, leyp Turnos rutulakongur á leguna hjá troyabúgvum við liði sínum. Men Eineias kom júst aftur við sínum liði í røttu løtu og fekk rikið teir burtur. Fyrst vóru Turnos og Mezentios við yvirlutan, men Eineias drap Mezentios og sonin Lavsos, og tá viknaðu hinir nógv. Bardagin endaði við, at Eineias drap Turnos í einvíggi. Eineian eftir Virgilius endar, tá Turnos doyr. Eineias giftist Laviniu og ráddi teimum sameindu latínum og troyum. Men Zevs lútaði fyri vreiðini hjá Heru og gjørdi so troyar gloymdu tjóðskap sín og gjørdust fult og heilt sum fólkið í Italia - fóru enntá at tosa teirra mál. Oftast sigst, at Romulus grundlegði Róm, at Eineias grundlegði Lavinium, og at sonur Eineias, Askanios (ella Julos) grundlegði Alba Longa, ið gjørdist høvuðsstaður sameindu latína og troya - til Remus og Romulus nakrar øldir seinni grundløgdu Róm, har Eineias hevði vitjað Evandur kong. Í summum sagnum grundlegði Eineias Róm (sí Odyssevs, iv); í øðrum hevur hann fýra synir - Askanios, Evryleon, Remus og Romulus. Virgiliusar brigdi av søgnini, sum tað stendur skrivað í verki hansara, Eineiuni, varð støðið undir øllum ritum, ið komu aftaná. Søgnin um Eineias gav Róm virðing við at reka ættina hjá teimum, ið grundløgdu hann, heilt aftur til søgunnar byrjan, og við at geva teimum guddómligar forfedrar (Zevs og Afroditu). Haraftrat tykist tað sum um, at Homeros sjálvur spáddi stórtíð Róms. Julius Cesar sigst vera av Eineiasar ætt. Hektor. Hektor Sonur Priamos og Hekubu - óivað elsti sonur. Summar sagnir gera hann tó til son Apollons. Hóast Priamos var kongur í Troya, var tað Hektor, ið av sonnum ráddi. Hann skipaði fyri kjakfundunum og stevndi herferðir. Hann var troyabúgvum kærur, og bæði fyri vinir og óvinir var hann tann, sum av sonnum vardi býin. Agamemnon vildi drepa Hektor so skjótt sum gjørligt, tí hann visti, at so leingi Hektor var á lívi, kundi Troya ikki týnast. Persónsmenskan hjá Hektori er væl lýst í longum broti í Ilionskvæðnum. Hann var giftur við Andromakku, og tey áttu ein son, ið troyar nevndu Astyanax og foreldrini Skamandrios (1). Ein søgn, ið er lítið vird sigur, at Hektor og Andromakka áttu ein annan son, ið æt Laodamas. Ein onnur søgn aftur nevnir ein son, ið Oxynios. Hóast Hektori lítið dámdi, at Paris hevði rænt Helenu, var hann tó tann fyrsti at drepa grikka, ið stein á troyajørð; tað var Protisilaos. Til kríggið hevði varað í tíggju ár, bar Hektor seg undan at berjast úti á vígvøllinum, tí hann visti, at Akillevs var millum grikkarnar. Tá Akillevs og Aggamemnon fóru at skeldast og Akillevs tók seg úr krígnum, drap Hektor nógvar grikkar. Akillevs royndi einaferð at hitta Hektor andlit til andlits, men Hektor rýmdi inn í býin. Arevs vardi hann, til Diomedevs (2) særdi Arevs. Millum teir fremstu av teimum, hann drap, vóru Mnestis, Ankualos, Tevtras (2), Orestis (ikki son Aggamemnons), Trekos, Oynumevs (ikki pápi Hippodamiu (1)), Helenos (ikki tvíburði Kassandru) og Orespios. Síðani bjóðaði Hektor hvørjum grikka tað skuldi vera, av í hólmgongu. Menilaos reistist, men Aggamemnon helt honum aftur. At endans tók Eas av. Teir bardust allan dagin og góvu síðani hvørjum øðrum gávur. Hektorsa mest framúrskarandi vandaferð var, tá hann leyp á skipini hjá grikkum. Gudarnir máttu leggja uppí, tí annars hevði hann dripið slíkar kappar sum Nestor og Diomedevs (2). Posidon eggjaði grikkum at halda ímóti, og Patroklos stóð á odda fyri myrmidonum (herliði Akillevsar) í brynju Akillevsar; tá rýmdi Hektor. Apollon vardi tó Hektor, og hjálpti honum at drepa Patroklos. Og Zevs bað hinar gudarnar lata Hektor sleppa at drepa so leingi sum Akillevs ikki vildi koma upp í leikin. Men tá Akillevs frætti, at vinmaðurin Patroklos var dripin, kom hann uppíaftur kríggið. Hann drap Polydoros (2), ein bróðir Hektors, og Hektor royndi til fánýtis at hevna hann. Hektor var hjálparleysur móti Akillevsi, tí hansara lagna var at doyggja fyri honum. Apollon fjaldi Hektor í toku, og Akillevs søkti til fánýtis at honum; men tá herurin úr Troya tók seg inn aftur í býin, varð Hektor verandi einsamallur eftir við skeiaportrið. Mamman og pápin bønaðu hann um at flýggja og fjala seg, men hann noktaði og bíðaði eftir Akillevsi. Men tá Akillevs so kom, flýddi Hektor undan honum. Teir báðir runnu tríggjar ferðir rundan um býin áðrenn Atena skapti seg í líki Deifoposar og eggjaði Hektori at stríðast og halda ímóti. Meðan Hektor møtti Akillevsi, hvarv Atena. Tá skilti Hektor, at sín síðsta stund var komin. Uppi á Olympos sat Zevs við lagnunnar vekt og vigaði lagnurnar hjá teimum báðum fíggindunum, og Hektors var tyngri. Eisini Apollon vendi sær frá Hektori, og Akillevs gav honum banahøgg. Sum Hektor lá doyggjandi, bað hann Akillevs geva Priamosi líkið, men Akillevs noktaði. Tá spáddi Hektor, at Akillevs eisini fór at doyggja ungur. Akillevs festi líkið av Hektori fast í vagn sín og dró tað runt um Troya, beint undir eygunum á øllum troyum. Síðani varð líkið lagt óvart í leguni hjá grikkum, til villar hundar og rovfuglar at eta, til Zevs sendi Iris at geva Akillevsi boð um at geva Priamosi líkið av Hektori. Priamos kom fyri seg sjálvan til Akillevs og loysti líkið av soni sínum fyri nógvan pening. Grikkar drupu son Hektor, Astyanax, tí teir vildu ikki lata nakran, ið kundi hevna Hektor, liva eftir. Ilionskvæðið endar við, at vápnahvíld er í ellivu ella tólv dagar og troyar fingu jarðað verndara sín á rættan hátt. Andromakka, Hekuba og Helena syrgdu hann mest. Helenos. Helenos Sonur Priamos og Hekubu, og tvíburður Kassandru. Tey fingu spádómsgávuna samstundis: tað var tá tey svóvu í templi Apollons og slangur numu tey um oyru og munn við tungum sínum (sí eisini Kassandru). Apollon var góður við Helenos og gav honum ein fílabeinsboga, og við honum særdi hann Akillevs í hondina. Helenos spáddi Parisi allan sorgarleikin, ið fór at verða, um hann fór ferð sína til Grikkaland at ræna Helenu. Í krígnum við Troya stríddist Helenos undir liðini á Hektori; tá Hektor var deyður, ráddi Helenos stríðandi troyunum. Menilaos særdi hann. Eftir at Paris var deyður, hamskiftist Helenos. Priamos noktaði honum Helenu og gav Deifoposi hana. Helenos tók seg aftur og fór niðan á Iðafjall. Grikski síggjarin Kalkas (1) hevði kunngjørt, at einans Helenos dugdi at avdúka, hvussu Troya kundi verða tikin. Odyssevs fangaði Helenos og noyddi hann at avdúka tríggjar treytir: sonur Akillevs, Neoptolumos, má stríðast við grikkum, grikkar mugu hava beinagrind Pelopsar um hendur, og teir mugu stjala palladiumið, ið er avmynd av Pallas Atenu, frá troyum. Tað sigst, at Helenos eisini segði, at Filoktetis mátti koma aftur til grikkar og hava bogan og ørvarnar hjá Heraklevsi við sær. Eisini sigst, at Helenos ráddi grikkum til at nýta trærossið. Fyri hesi ráð og aðrar tænastur, varð Helenos leysgivin, eftir at Troya var fallin. Ein onnur søgn sigur tó, at Helenos læt seg fanga, tí hann var illur við troyar, av tí at teir høvdu givið Deifoposi Helenu, og ikki sær; ella at hann bara fór úr Troya og til Grikkalands, setti búgv í Epiros og fekk molossar at velja seg til valdsharra. Eftir kríggið fóru Helenos, Hekuba, Andromakka og Kassandra burtur í annað land at búsetast. Tað sigst, at Hekuba har varð gandað til eina tík, og at hon doyði. Helenos legði hana í 'tíkagrøvina'. Ein onnur søgn heldur uppá, at hann og Andromakka vórðu givin Neoptolumosi sum krígsrán. Helenos spáddi Neoptolumosi, at hann skuldi fara heim landvegis, og soleiðis slapp Neoptolumos undan vreiði Pallasar og Posidonar og at sjólátast við meginpartinum av grikska herflotanum. Tá Orestis drap Neoptolumos, giftist Helenos einkjuni eftir hann, Andromakku. Tey fingu ein son, Sestrinos. Eisini sigst, at Neoptolumos gav Helenosi Andromakku. Neoptolumos loyvdi Helenosi at grundleggja Butrotum og nýggja Ilium í Epiros. Helenos bygdi eisini býin Kaonia og nevndi hann hetta navn eftir bróðir sínum, ið æt Kaon. Í Eineiuni er Helenos giftur við Andromakku og tekur væl ímóti øllum landsfólki sínum, ið ferðast um Epiros, ikki minst Eineiasi, ið hann gav holl ráð, hvagar hann skuldi stevna á ferð síni. Hermiona Einasta dóttir Menilaos og Helenu. Í Odusseiuni lovaði Menilaos Neoptolumosi Hermionu, meðan hann var í Troya. Tey giftust tá Neoptolumos kom aftur til Lakkudeimon. Men sambært griksku sorgarleikskaldunum hevði Menilaos áðrenn kríggið við Troya lovað Orestisi Hermionu. Men meðan kríggið var, hevði Menilaos lovað soni Akillevs hana í staðin, tí hansara hjálp var neyðug um tað skuldi eydnast at taka Troya. Orestis noyddist tí at lata Neoptolumos fáa Hermionu. Hon varð á henda hátt orsøk til agg teirra millum. Hermiona og Neoptolumos fingu eingi børn, og tá Neoptolumos fór til Delfi, antin at finna orsøkina til barnloysið, ella at biðja Apollon um viðurgjald fyri at hava dripið faðir sín Akillevs, varð hann dripin í gøtuófriði. Antin gav Orestis boð um at drepa hann, ella drap hann hann sjálvur. Ein søgn sigur, at Hermiona legði Andromakku, ið Neoptolumos hevði til hjákonu, undir at hava gandað seg, so hon eingi børn fekk, og royndi at drepa bæði hana og børn hennara, men at Pelevs vardi tey, og Hermiona flýddi til Orestis, ið antin var í Delfi ella Sparta. Orestis drap síðani Neoptolumos í Delfi. Síðani giftust Orestis og Hermiona og fingu ein son, Tisamenos (1). Julos. Julos Eitt annað navn fyri Askanios. Hetta navn kom soleiðis: í bardøgunum, eftir at Eineias var horvin, stóð Askanios fyri herliðnum og bar sigur av rutulum og sameindu teirra, etruskum (sí Mezentios). Afturfyri fekk hann hjánavnið Jobum, Jolum ella Jovlum, ið er avleitt av Jupiter. Søgan um hetta navn er longu nevnt í ritinum 'Uppruna' eftir Kato. Onkuntíð verða Julos og Askanios sagdir vera tveir, og tá er Julos sonur Askanios. Eftir at faðirin doyði, rak farbróðirin Silvius, ein sonur Eineias og Laviniu, hann frá trónuni í Alba og gav honum prestastarv. (Sí eisini Afroditu.) Krevsa. 1. Ein áardís, ið peneiosá var ásttikin í. Hon átti Hypsevs, ið seinni gjørdist kongur lapitta, Stilbu (1), Sirenu og Dafnu. Onkuntíð er sagt, at hon eisini átti Andrevs. 2. Yngsta dóttir Erektevs og Praxiteu (1). Apollon neyðtók hana í eini holu í Akropolis í Aten, og hon átti sonin Jón. Hon legði barnið at doyggja á tí staðnum, har gudurin hevði tikið seg við voldum. Krevsa giftist Xutusi. Leingi var hon barnleys, men eftir at hon á eini pílagrímaferð til Delfi hitti son sín aftur, bar hon manni sínum Diometa (Doros) og Akeios, ið tríggjar tær mætastu griksku ættirnar eru nevndar eftir: jónar, doriar og akeiar. 3. Dóttir Kreon (1), kong í Korint, og onkuntíð nevnd Glafka (2). 4. Dóttir Priamos og Hekubu, og kona Eineiasar. Onkuntíð var hon søgd vera mamma Askanios. Virgilius heldur, at Afrodita flutti Krevsu burtur meðan Eineias fór úr býnum saman við Ankusevs og Askaniosi. Tey savnaðust við halgidómin hjá Demetur (Keris á rómverskum), og tá varnaðist Eineias, at Krevsa manglaði. Hann fór inn aftur í býin eftir henni, men tá kom skuggi hennara fyri hann og segði honum, at Krevsa nú í øllum góðum var hjá Kibelu, og spáddi honum ferðir hansara at leita eftir einum nýggjum landi. Í elstu frásøgukvæðunum eitur kona Eineias Evrydika (7) Latinos. Latinos Kongur aborigina og gav latínum navn. Fleiri ymsar sagnir eru um, hvussu hann kom til. Í griksku søgnini, so sum Hesiodd greiðir frá, var hann sonur Kirku og antin Odyssevs ella Telumakkos. Onkuntíð er hann sonur Heraklevs. Tá hesin ferðaðist um Italia, hevði hann eina unga gentu, Palanto, ið var av hyperboreiskari ætt (ein sagnarætt; navnið merkir 'handan norðanvindin') við sær, ið hann gav Fafnosi til konu (sí Fafnu og Bonu Deu). Tá hon giftist Fafnosi, bar hon longu barn Heraklevsar. Tað var Latinos. Virgilius heldur, at hann var sonur Fafnos og Mavrikku (eini áardís). Tvær sagnir eru um Latinos. Í aðrari greiðist frá, at tá Eineias kom til Italia, gav Latinos honum nógv jørð frá sær, og dóttur sína, Laviniu, til konu. Men av tí, at troyar stjólu seyð frá grannum Latinosar, noyddist hann at fara upp í part við teimum og Turnosi, rutulakongi, ímóti Eineiasi og troyum. At enda vórðu bæði Latinos og Turnos dripnir. Troyar tóku Lavrolavinium, høvuðsstaðin hjá aboriginum, og Eineiast ráddi í honum. Seinni sameindust troyar og latínar og nevndu land sítt Latium eftir Latinosi. Onnur søgnin um Latinos greiðir frá, at Eineias kom á strondina við Latium og fór beinanvegin undir at byggja ein bý. Latinos kom við herliði sínum at forða hesum. Náttina fyri stríðið skuldi verða, droymdi Latinos ein latiumskan gud, ið segði honum, at tað fór at verða til fyrimunar, um hann fekk sameint báðar partarnar. Eineias droymdi eisini sínar gudar, ið bóðu hann royna at sameina partarnar. Morgunin eftir varð semja fingin. Troyar fingu jørð frá aboriginum, og aboriginar fingu hjálp frá troyum ímóti rutulum. Eineias giftist Laviniu og nevndi bý sín Lavinium. Men hetta dámdi Turnosi einki, ið var etruski og skyldur við Amatu, konu Latinos. Latinos og Turnos doyðu í hesum kríggi, og Eineias gjørdist tí kongur aborigina, ið síðani nevndu seg latínar. Virgilius nýtir báðar sagnir í Eineiuni. Hin sera gamli Latinos tók væl ímóti Eineiasi, ið gjørdi eftir spádóminum og gav tí fremmanda dóttur sína Laviniu. Men áðrenn tey giftust, drap Askanios, sonur Eineias, eitt dádjór. Hirðarnir har umleiðis ilskaðust og lupu á troyar. Amata, ið heldur vildi hava dóttir sína at giftast Turnosi, eggjaði Latinosi at herja á troyar; Turnos eggjaði honum eisini sjálvur. Men hetta vildi Latinos ikki hoyra talan um og rýmdi inn í palass sítt. Hera kom uppí og læt dyrnar inn í Janusar tempul (ið einans vóru aftur í friðartíðum) upp á víðan vegg, og Turnos stevndi fólkinum saman til kríggj. Kríggj varð, Lavinia varð gift Turnosi, og Latinos helt seg uttan fyri kríggið og royndi bert at fáa vápnahvíld, so latínar fingu jarðað síni deyðu, og royndi at tosa Turnos frá, at bjóða Eineiasi av í einvíggi. Eftir at Turnos var deyður, fekk Latinos frið í. Ein søgn sigur, at Turnos ikki doyði, men at Amata helt, at hann var deyður og gjørdi sjálvmorð, og at Latinos tá gav Eineiasi dóttur sína, Eineias bygdi býin og nevndi hann Lavinium eftir gentuni. Livy sigur tó, at tá Amata og Turnos vildu hava Latinos at geva Turnosi Laviniu, fór Latinos upp í part við Eineiasi og troyum og stríddust móti Turnosi, sum drap hann, men sum sjálvur doyði fyri Eineiasi. Tvær keldur eru, ið greiða frá, at Latinos hvarv tá hann fór við liði sínum móti Mezentiosi kongi í Keir, og gjørdist gudurin Jupiter Latinos ella Jupiter Latiaris, ið varð tilbiðin á fjallinum við nemivatn. Latium varð hildið vera nevnt eftir hesum sagnarkenda kongi. Lavsos. 1. Ein sonur Mezentiosar, ið var í parti við Turnosi móti Eineiasi. Hann doyr fyri Eineiasi. 2. Ein sonur Numitor, ið doyði fyri Amuliusi. Lavinia. Lavinia Dóttir Latinos kong og Amatu. Árenn Eineias kom til Latium, var hon trúlovað Turnosi. Pápi hennara gav troyanum hana. Til heiðurs fyri hana nevndi Eineias býin, ið hann grundlegði, Lavinium. Ein søgn sigur, at Askanios kom úr hjúnarlagi Eineiasar og Laviniu, men í Eineiuni er Askanios sonur mann hennara og longu ungur, tá Eineias kemur. Summi siga, at eftir at Eineias var deyður, átti Lavinia tí andaða kappanum sonin Silvius (sí eisini Askanios) heima hjá hirðanum Tyrrosi ella Tyrrunosi, hagar hon var flýdd. Síðani gav Askanios hálvbeiggja sínum Lavinium og fór at grundleggja Alba. Og av tí at hann doyði barnleysur, nevndi hann Silvius sum sín eftirmann. Mezentios. Mezentios Ein etruskarakongur, ið ráddi fyri Keir og stríddist móti Eineiasi. Í elstu sagnunum sendir Turnos boð eftir honum, tá hann hevur tapt sín fyrsta bardaga móti Eineiasi og Latinosi. Turnos lovaði Mezentiosi helvtina av øllum víninum, ið tað árið varð bryggjað, bæði í Latium og í sínum egna øki. Eineias hevði lovað Jupiter tað sama; lyftið til gudin vigaði tyngri, og bæði Mezentios og Turnos vórðu dripnir. Í søgnini eftir Kato eldra máttu Eineias eftir at hava gift seg við Laviniu og bygt býin Lavinium, saman við Latinosi berja Turnos og rutularnar niður. Í fyrsta samanbresti doyðu Turnos og Latinos. Síðani sendu rutular boð eftir Mezentiosi at hjálpa. Í øðrum bardaga veit eingin, hvør vann, uttan at Eineias hvarv. Askanios, sonur Eineias, vildi hava semju. Mezentios kravdi alt vínið, ið var bryggjað í Latium. Men Askanios lovaði Jupiter sama vínið, vann síðani lættliga og týndi etruskar og drap í bardaganum Lavsos (1), son Mezentios. Mezentios setti hareftir linari friðarkrøv, Askanios játtaði, og Mezentios var síðani verandi latínum trúgvur. Virgilius skrivar, at fólkið rak Mezentios úr Keir, tí hann ráddi ov harðliga, og at hann fór at búgva hjá Turnosi. Hann stríddist við lið Turnosar og Lavsosar (1), men hesir báðir doyðu fyri Eineiasi. Hendan framsøgn nevnir einki um lyftir ella vín, og bara Mezentios er fíggindi Eineiasar; etruskar stuðla troyabúgvum. (Grundin til hetta kann vera, at tá hetta varð skrivað, var Meikunevs patrónur Virgiliusar; hann var etruski og góður vinur við Augustus.) Molossos. Molossos Sonur Neoptolumos og abbasonur Akillevs. Hann var sonur Andromakku. Í Andromakku skrivar Evripidevs, at tá Molossos var nýføðingur, legði Andromakka hann út at doyggja, men at hann yvirlivdi, og tá Neoptolumos var í Delfi, sá hann hann og kendi hann aftur. Hermiona, kona Neoptolumos, var øvundsjúk, tí hon fekk ikki sjálvt átt børn, og sambært Evripidevsi forfylgdi hon bæði Andromakku og Molossosi og var um at drepa tey, tá Pelevs bjargaði teimum undan henni. Tá Orestis drap Neoptolumos, gav Tetis Andromakku boð umj at fara til Epiros við Molossosi, tí hon visti, at hann var einasti eftir á lívi av ætt Eiakosar. Tað gjørdi Andromakka, og har giftist hon Helenosi. Tá stjúkpápin doyði, ráddi Molossos í Epiros, og fólkið har eitur molossar eftir honum. Neoptolumos. Neoptolumos Eisini nevndur 'ungi kappi' og Pyrros. Hann var sonur Akillevsar og Deidamiu, føddur meðan Akillevs fjaldi seg á Skyros í kvinnubúri Lykomedevsar eftir ráðum frá mammu síni, Tetis, so hann slapp frá at fara í kríggið við Troya. Av tí at Akillevs tá var ílatin sum genta og nevndi seg Pyrra, hekk navnið Pyrros við soninum; eisini kann tað vera, av tí at Pyrros var reyðhærdur, og 'pyrros' merkir júst 'reyðhærdur' á grikskum. Antin Lykomedevs ella Pyrra aldi Neoptolumos upp. Tá Akillevs var deyður, hoyrdu grikkar frá Helenosi, at býurin ongantíð kundi verða hertikin fyrr enn Neoptolumos kom at stríðast við grikkum. Grikkar sendu Odyssevs, Foynix (3) og Diomedevs (2) at finna Neoptolumos og fáa hann við sær. Á vegnum til Troya fór Odyssevs við sendimonnunum til Lemnos at royna at fáa Filoktetis at loyva teimum at hava vápn Heraklevsar við til Troya. Hetta eydnaðist honum til endans. Odyssevs gav Neoptolumosi vápn Akillevsar, ið hann hevði vunnið í kapping frá Easi, Telamons soni. Neoptolumos drap Evrypylos (4) og uppfann í ovfarakæti pyrriska krígsdansin, sum er nevndur eftir honum. Hann var millum kapparnar, ið komu inn í Troya inni i trærossinum. Í síðstu og týdningarmestu bardøgunum drap hann Elasos og Astynos, særdi Korubos (2) og Aggunos, syfti síðani Astyanax av torninum, ovast uppi. Soleiðis drap Akillevs Hektor og Neoptolumos son hansara. Neoptolumos drap eisini Priamos á Zevsar altari, har hann hevði søkt um gudsins vernd. Sum part av ráninum fekk Neoptolumos Andromakku, og í summum sagnum eisini Helenos. Til minnis um faðir sín ofraði hann honum Polyxenu og drap hana á grøv hansara. Frásagnirnar um heimkomu hansara úr Troya eru sera nógvar og ymiskar. Hjá Homeros kom Neoptolumos heim í øllum góðum. Menilaos gifti dóttir sína Hermionu burtur til hansara, og Neoptolumos og Hermiona fóru til Ftiotis at búgva. Eitt, ið er við í onkrum sagnum er, at Akastos hevði rænt sær trónuna frá Pelevsi, meðan Akillevs var burturstaddur, og at Neoptolumos vann honum trónuna aftur. Í einari søgn antin ráddi Tetis Neoptolumosi til at bíða í nakrar dagar við at leggja frá, og at hann tí slapp undan at sjólátast í storminum, ið Pallas hevði sent móti grikkum, ella ráddi honum til at fara landvegis heim úr Troya, av tí at Apollon var illur við hann fyri at hava vanhalgið heilaga altarið við Priamosar blóði. Ein onnur søgn sigur, at Neoptolumos ongantíð kom longur enn til Epiros, har hann búsettist og bygdi sær eitt kongaríki; hann loyvdi eisini Helenosi at grundleggja býin Butrotum. Ein søgn, ið Servius skrivaði niður sigur, at tað var Helenos og ikki Pallas, ið gav Neoptolumosi ráðið antin at bíða við at leggja frá ella at fara um land, og at Helenos beyð sær til at fara við honum. Soleiðis gjørdust teir vinmenn, og vinskapurin teirra millum varð so inniligur, at tá Neoptolumos lá á deyðastrá bað hann Helenos taka Andromakku til sín og gifta seg við henni. Í onkrum sagnum letur Neoptolumos Helenos ansa eftir Andromakku meðan hann fer til Menilaos eftir Hermionu. Grundin til, at Neoptolumos og Orestis klandraðust var, at Orestis og Hermiona giftust meðan kríggið við Troya var, hóast Menilaos hevði lovað Neoptolumosi Hermionu, tí uttan Neoptolumos varð Troya ikki tikin. Eftir kríggið, tá Orestis drap móðir sína, Klytemnestru, fyri at hava dripið faðirin, Aggamemnon, afturfyri at hann hevði ofrað elstu dóttrina Ifigeniu, fyri at fáa góðan byr til Troya, gjørdist Orestis svakur, og Neoptolumos fór til Sparta at fáa Hermionu, og Hermiona varð tikin frá Orestisi og gift Neoptolumosi. Neoptolumos og Hermiona fingu eingi børn, men við Andromakku fekk Neoptolumos tríggjar synir, Molossos, Pielos og Pergamos. Molossar er eitt fólkaslag, ið er nevnt eftir Molossosi. Hinir báðir synirnir fluttu burtur í onnur lond. Hermiona gjørdist øvundsjúk, at ein hjákona skuldi vera fruktabetri enn hon, og sendi boð eftir Orestisi, fyrrverandi manni sínum, og bað hann hevna seg. Ein onnur søgn sigur, at Hermiona vendi sær til Orestis, tí hon hataði og ræddist Neoptolumos, av tí at hann fór so illa bæði við henni og Andromakku. Orestis drap Neoptolumos, antin í Ftia ella í Epiros. Í søgnini, sum sorgarleikskaldini nýta, hevndi Orestis seg í Delfi, og hevndi ikki einans Hermonu, men eisini seg sjálvan inn á mótstøðumann sín fyri at hava nápað sær konuna. Grundin til, at Neoptolumos var í Delfi var antin fyri at spyrja orakklið, hví hann og Hermiona eingi børn fingu, ella at ofra gudunum ein part av ráninum úr Troya, ella at spyrja Apollon um, hví hann var illur við pápa sín Akillevs (Apollon hevði ført tann Parisar ørv, ið drap Akillevs), ella at umbera fyri at hava vanhalgað eitt altar við Priamosar blóði. Tað sigst, at Orestis eggjaði til ófrið, og at Neoptolumos doyði í ófriðnum. Ein onnur søgn um deyða Neoptolumosar sigur, at siður var í Delfi, at prestarnir tóku meginpartin av djórakjøtinum, ið varð ofrað. Neoptolumos ilskaðist inn á henda sið og royndi at forða prestunum í at taka djórið, ið hann hevði ofrað. Ein prestur, Makkurevs nevndur, drap hann. Ein seinasta søgnin sigur, at tað var sjálv pytan (prestinnan í templi), ið gav delfibúgvum um at drepa Neoptolumos, og at Apollon læt vreiði sína móti Akillevsi raka annað ættarlið. Eisini sigst, at Neoptolumos brendi tempul Apollons, og at alt fólkið í Delfi síðani legði á hann og drap hann. Neoptolumos varð grivin inni í ella uttan fyri templið í Delfi og fekk tignarliga jarðarferð. Fólkið í Delfi vanhalgaði tó grøv hansara, til hansara hamur hjálpti teimum móti einum álopi; hareftir varð grøvin heiðrað, so sum siður er at heiðra grøvina hjá einum deyðum kappa. Numitor. Numitor Eldri sonur Prokas, kong í Alba. Yngri bróðir hansara, Amulios, tók valdið eftir deyða faðirins og gjørdi Numitor útlagnan, drap son hansara og sendi dóttir hansara, Reu Silviu (1), at tæna Vestu, so hon skuldi liva blúgv, til hon var ov gomul at eiga børn. Gudurin Mars elskaði tó við Reu og gav henni synirnar Remus og Romulus, ið seinni góvu Numitori trónuna aftur (sí Remus, Romulus og Faustos). Ein onnur søgn sigur, at Numitor visti, at dóttirin var upp á vegin og tók sær tvey onnur børn og segði tey vera børnini hjá Reu. Hann sendi báðar synirnar hjá Reu til Palatinheyg, til Faustulos, ein hirða. Kona Faustulos, Akka Larentia (2), gav teimum bróst; hon hevði fyrr verið skøkja og fingið eyknevnið 'kvennúlvur' (eitt eyknevni, ið flogsur fingu). Tá teir vóru vandir av við at fáa bróst, vórðu teir sendir til Gabia at verða undirvístir. Tá teir komu heimaftur til hansara, ið teir hildu vera pápa sín, skipaði Numitor fyri, at ilt kom millum teir og hirðar sínar; síðani kærdi hann seg fyri Amuliosi, ið einki ilt grunaði, og ið stevndi øllum til Alba at døma í málinum. Eingin vansi var tá hjá Numitori og hesum ungu monnum at reka bróðurin frá valdinum og vinna trónuna aftur. Síðani gav hann abbasynum sínum hvør sína jørð, og har, beint á tí staðnum har teir høvdu búð hjá Faustulosi, grundløgdu teir ein bý. Tað eru fleiri sagnir um Amulios og Numitor. Til dømis eru báðir eisini sagdir vera synir Aventios, kappan, ella enntá abbasynir hansara (og Prokas er tá faðir teirra). Í einari søgn varð arvur teirra býttur sundur; Amulios valdi tá at fáa valdið, og Numitor valdi ríkidømið. Og aftur ein onnur søgn sigur, at Prokas ráddi teimum til at valda á sama hátt sum rómversku konslarnir við at hava tvey kongshús, ið høvdu eins stórt vald, men at Amulios tók alt valdið sjálvur. Oxynios. Oxynios og Skamandrios (1) vóru tveir synir Hektors, sum Priamos sendi burtur til Lydia tá Troya týndist, fyri at teir ikki skuldu doyggja. Eftir at Troya varð týnt, tók Eineias, sum var flýddur upp á Iðafjall, valdið í landinum; men Oxynios og Skamandrios komu skjótt aftur og kravdu at fáa valdið í kongaríkinum hjá abbanum. Pergamos. Pergamos Hetjan í sínum navnabýi Pergamon. Hann var yngsti sonur Neoptolumosar og Andromakku. Pergamos kom heimaftur úr Asiu við mammu síni og drap Areios, kong í býnum Tevtrania, í einvíggi. Hann settist á trónuna og nevndi býin eftir sær sjálvum. Pergamos er eisini navnið á friðskjólinum í Troya, men søgnin, ið í stuttum er endurgivin omanfyri, er einans ætlað greiða frá navninum á hellenistiska ella grikska býnum Pergamon, høvuðsstaðnum í kongaríki attalita. Priamos. Priamos Yngsti sonur Laomedons. Hansara rætta navn var Podarkos. Hann sat við valdið tá kríggið við Troya var, og var tá gamalur. Ilionskvæðið nevnir ikki móðir hansara; yngri sagnirnar gera hana oftast dóttur áargudin Skamandros og nevna hana Strymo, men aðrar sagnir nevna hana Plasiu ella Levkippu (1). Tá Heraklevs tók Troya, tí Laomedon ikki vildi samsýna honum fyri at hava bjargað dóttrini Hesionu, var Priamos barn, og kappin rændi bæði hann og systir hansara. Heraklevs gav vini sínum Telamoni Hesionu at giftast við, og bað hana bara nevna tað, hon kravdi í brúðargávu. Hon bað um bróður sín, ið har varð nevndur Podarkos. Heraklevs játtaði og seldi henni hann fyri slørið. Síðani varð Podarkos nevndur 'Priamos', ið rætt og slætt merkir 'keyptur', og kemur av tí forngrikska priamei, ið merkir 'eg keypi'. (Tað sigst tó eisini, at upprunin til navnið ikki er grikskur, men tað skal valla takast í álvara). Av tí at hann var seinasti sonur Lanomedons eftir á lívi, gav Heraklevs honum alt Troyaland at ráða. Valdið hjá Priamosi vaks so við og við um eitt sera stórt landøki, og eitt enn størri havøki, ið eisini fevndi um fleiri oyggjar. Tá Priamos var ungur, høvdu hann og Otrevs barst móti amasonunum við sangariosánna. Fyrst giftist Priamos Arispu, dóttur Merops, og hon bar honum son, nevndan Eisakos (aðrastaðni var tað Alexirroya, dísin hjá granikosá, ið var móðir Eisakosar; og tá var Eisakos síggjari), men hann fór frá henni og festi aðru konu sína, Hekubu, dóttir Dymas, kong frykeia. Tað var hon, ið bar honum flestu børn hansara. Fyrstur var Hektor, síðani kom Paris. So komu Krevsa (4), Laodika (4), Polyxena, Kassandra, Deifopos, Helenos, Pammon, Politis (1), Antifoss, Hipponos, Polydoros (2), og Troylos, ið eisini sigst vera sonur Apollons. Priamos átti fleiri børn við hjákonum, m.o. Lykaon (1) og Evandur (2). Sagnirnar gera Priamosi fimti synir og fimti døtur, men eingin høvdunfur játtar hesum neyva tali. Sagt er, at tá Hekuba bar Paris, droymdi hon, at hann fór at øsa til ræðuligt kríggj; tí legði Priamos hann sum nýføðing út at doyggja, men Kassandra fann hann og bjargaði honum. Í Ilionskvæðnum er Priamos ov gamalru at stríðast, men hann stendur á odda fyri teimum raðhollu fundunum, tá teir samráddust, hvat gerast kundi, men sjálvt har fær hann heldur ikki altíð sín vilja. Tað var hann, ið varð stevndur at fáa semju millum Menilaos og Paris, og krevja eið av báðum. Hann tykist ikki vera ímóti ætlanum Parisar at ræna Helenu; honum líkst væl á síðstnevndu og góðtekur at endans, at tey giftast. Hansara fremsti eginleiki er frómi, ið veitir honum Zevsar vælvild. Hann sær børn síni eitt fyri og annað eftir verða myrd, og Hektor, eitt tað síðsta, gerst hann, ið verjir kongaríki hansarar djarvast. Á ferð síni at loysa líkið av Hektori, vardu gudarnir hann, tí hann var so frómur - hóast hann kortini var dømdur at týnast saman við býi sínum. Frásøgukvæðir eldri enn Ilionskvæðið lýstu gjølla deyða Priamosar. Tá gamli kongurin hoyrdi fíggindan í borg síni, vildi hann taka til vápnini, men Hekuba leiddi hann oman í niðastu hædd í borgini til eitt altar, so gudarnir skuldu verja tey. Har sá Priamos Neoptolumos drepa Politis (1), ið eisini royndi at náa trygdini við altarið. Síðani dró Neoptolumos tann gamla eftir hárinum av altarinum og kvetti kvørkrar hansara. Hann varð ikki grivin. Eitt brigdi av hesari søgn sigur, at Neoptolumos dró Priamos yvir á grøv Akillevsar og drap hann har. Eisini sigst, at hann drap hann á sjálvum altarinum í borgartúninum (sí Neoptolumos). Rea Silvia. 1. Rea ella Rea Silvia, móðir Remus og Romulus, stundum nevnd Ilia. Ein søgn sigur, at hon var dóttir Eineias og tí nevnd eftir heimlandi hansara, Troya (Ilium), og hin, at hon var dóttir Numitor, kong í Alba. Mars elskaði við henni í loyndum, hóast summir høvundar halda, at Rea gat tvíburðarnar antin av einum tilvildarligum møti ella við farbróðirinum, Amuliosi, ið hevði rikið Numitor frá valdinum. Tá tað frættist, at hon var upp á vegin, setti Amulios hana í fongsul. Antin doyði hon beint eftir, at hon hevði átt, ella doyði hon av teirri hørðu viðferðini, hon fekk í fongslinum. Eisini er møguligt, at Remus og Romulus bjargaðu henni, eftir at teir høvdu tikið sær av Amuliosi. Í teirri søgnini, har Amulios drap hana, tveitti hann hana síðani í tiberánna. Síðani sást áargudurin koma upp úr ánni fyri at taka ímóti henni og festa hana. Tað sigst eisini onkuntíð, at tað var gudurin í anioánni, ið festi hana. 2. Ein prestinna, ið Herkulevs gjørdist ásttikin í á ferð síni gjøgnum Róm, eftir stríðið við oksunum hjá Gerion. Hon fekk ein son, Aventios, ið Avantinheygurin er nevndur eftir. Remus. Remus Tvíburði Romulusar. Ein einsamøll søgn sigur, at hann varð nevndur 'Remus', av tí at hann var so dølskur til alt. Í teirri søgnini dugir Remus einki so væl sum beiggin. (Sí Romulus og Reu Silviu (1) um fyrstu ár teirra). Eftir at Amulios hevði fangað Remus á seyðaránsferð og handað Numitori hann, av tí at tað var hansara seyðir, og Romulus hevði hoyrt søguna um upprunan hjá sær og Remus og fríað hann aftur (sí Romulus, Amulios og Numitor), fóru tvíburðarnir burtur at grundleggja ein bý. Teir samdust um, at byggja hann á tí staðnum, har teir vóru bjargaðir úr kurvini (har Róm seinni bygdist), men vistu ikki neyvt, hvar tað var. Teir leitaðu jarðtekin. Romulus setti seg á Palatinheyg, Remus á Avantinheyg. Remus sá seks gammar; Romulus sá tólv. Gudarnir høvdu avgjørt at velja Palatinheygin og Romulus, og Romulus legði í vaðið at gera býarmarkið við at lata tveir oksar draga eina plógv og gera eina grøv. Remus var vónbrotin og fór at háða markið, tí tað ongum fekk hildið úti, og leyp yvirum. Romulus ilskaðist yvir hetta halgibrot og drap Remus. Eisini sigst, at tað var Kelur (merkir 'snarur'), ið gav honum banahøgg við einum spaka. Í einari søgn legði Faustulos seg ímillum at verja og varð eisini dripin. Romulus heygsetti Remus í Avantinheygin, ið lá uttan fyri pomerium, átrúnaðarliga mark Róms, til Klaudiusar tíð í ár 49 e.kr., og við jarðarferðina varð hann eymur og græt illa. Í elstu søgnini drupu gudarnir tó Remus beint tá hann leyp yvir um grøvina; tí tað var halgibrot. Tá varð Romulus eydnuleysur og tók lívið av sær. Ein onnur søgn sigur, at Remus doyði í samanbrestinum millum hirðarnar hjá sær og bróðurinum, ið fóru at klandrast um, hvønn bróður jarðtekinini í veruleikanum høvdu verið til frama fyri. Romulus. Romulus merkir 'rómverskur'. Grundlegði Róm og nevndi hann eftir sær. Hann verður oftast sagdur vera av ætt Eineiasar og kongunum í Alba. Hann og tvíburðin Remus vóru synir Reu Silviu (1) (ella Iliu) og abbasynir Numitorar, hvørs yngri bróðir hevði rænt trónuna frá honum. Fleiri sagnir eru tó um uppruna Reu Silviu og sona hennara. Onkuntíð verða kongarnir í Alba lopnir um og Rea er tá dóttir Eineias. Onkrir høvundar hava gjørt Remus og Romulus til synir Eineiasar og Dexiteu. Í hesari søgnini vórðu tvíburðarnir fluttir til Italia á ungum aldri. Aðrar sagnir gera Romulus til son Romu og Latinosar. Móðir hansara verður stundum nevnd Emilia og var tískil dóttir Eineiasar og Laviniu. (Sí Tarketios um eina aðra søgn.) Mars var faðir Remus og Romulus. Hann tøldi Reu Silviu í tí halga skóginum, hagar hon var farin eftir vatni. Eisini sigst, at gudurin legði seg hjá henni meðan hon svav. Farbróðir Reu, Amulios, varnaðist, at hon var upp á vegin og setti hana í fongsul. Tá hon hevði átt, legði kongurin teir út á bakkarnar við tiberánna við fótin á Palatinheyg. Eisini sigst, at Amulios sendi ein húskall sín at drukna børnini í tiberánni, men at hann ikki vildi drukna tey og legði tey í staðin í eina kurv og legði kurvina á ánna. Síðani fór kurvin við streyminum, varð syft upp á land og endaði undir einum fikutræi (ið varð nevnt 'fikus ruminalis', og ið seinni varð gjørt heilagt). Har fann ein kvennúlvur, ið júst hevði lagt, Remus og Romulus. Honum tókti synd í teimum og gav teimum at súgva. Kvennúlvurin var eitt djór, ið var Marsi heilagt, og hildið var, at gudurin hevði sent hetta djórið at ansa eftir børnum sínum. Ein spæta (heilagi fuglurin hjá Marsi) hjálpti úlvinum at geva børnunum at eta. Faustulos, ein av kongsins hirðum, sá síðani dreingjabørnini og tók tey í loyndum heim við sær, og hann og konan, Akka Larentia (2), høvdu tey síðani til fosturs. Faustulos sendi báðar dreingirnar til Gabia at fáa undirvísing. Seinni komu Remus og Romulus aftur til Palatinheyg, har teir komu soleiðis fyri, at teir gjørdust seyðaránsmenn. Ein dagin á Avantinheyggi leyp Remus á hirðarnar hjá Amuliosi, ið sótu fyri seyðinum hjá kongi. Hirðarnir fangaðu Remus og fóru til kong í Alba við honum. Ímeðan segði Faustulos Romulusi frá, hvussu teir vórðu funnir og bað hann bjarga bróðuri sínum. Romulus fór til Alba í skundi, tók seg fjølmannaður inn í borgina, nevndi seg fyri kongi, drap hann og fríaði Remus. Hann gav abba sínum, Numitori, valdið. Aðrar sagnir siga tó, at Remus stjól neyt frá Numitori, og at hirðarnir fangaðu hann og fóru til Amulios kong við honum, sum sendi hann víðari til Numitor, tá hann frætii, at Remus hevði roynt at rænt hansara neyt. Numitor setti honum spurningar og frætti tað, ið Faustulos leingi hevði vitað: at hetta var horvni abbasonur sín. Hann fór síðani til Faustulos, ið enn hevði kurvina, og tá Numitor sá kurvina, varð hann púra vísur. Síðani skipaðu Remus og Romulus fyri álopi á Amulios, drupu hann og góvu abba sínum, Numitori, valdið aftur. Síðani gjørdu tvíburðarnir av at fara úr Alba Longa at grundleggja ein bý sjálvir (sí Remus um, hvussu staðið varð valt, og um, hvussu gekst við byggingini í fyrstani). At enda drap Romulus Remus. Býurin varð grundlagdur 21. apríl, pariliahøgtið ella palisarhøgtíð. Tað var antin ár 754, 753 ella 772 f.kr. Oftast er semja um, at býur Romulusar einans fevndi um pomeriumið á Palatinheygi, t.e. einans heyggin sjálvan. Men fleiri brot úr søgnini um Romulus sipa til, at býurin eisini fevndi um Kapitolheyg, har asilið var í lægdini ovast á heygnum. Plutark leggur enntá ritualini tá býurin varð vígdur og tá mundusini (staðið í nýggja býnum, har jarðtekin vórðu útløgd) vórðu lýst heilag, á Komitium. Tá býurin var grundlagdur, fór Romulus at hugsa um at fólka hann. Av tí, at ov fá fólk vóru har, gjørdi hann eitt griðstað á Kapitolinum, beint millum tveir heilagar skógir. Har kundu allir italskir ránsmenn fáa grið: útlagnir, drápsmenn, flýddir trælir o.a. Hesir vóru fyrstu íbúgvarnir í Róm. Men ongar kvinnur vóru. Tí fór Romulus at hugsa um at ræna kvinnur frá nábúgvum sínum, sabbunum. 21. august, ið var konsushøgtíð, skipaði hann fyri rossakapprenning. Fólk úr økjunum næreindis komu og høvdu kvinnur og børn við sær. Tá avrátt tekin varð gjørt, burturfluttu menninir hjá Romulusui allar tær ungu genturnar, sum antin taldu 30, 527 ella so nógvar sum 683. Bert ein teirra var gift - Hersilia. Menninir savnaðu seg í smáar, óskipaðar herar og fóru móti Róm, men dugdu ongan mun at gera, og Romulus vann lættliga á teimum. Tá hann drap Akron, høvuðsmannin hjá keninum, í einvíggi, ofraði hann opima spolia (rán frá kongi, ið annar kongur vinnur á í hólmgongu). Hetta verður hann hildin vera fyrstur at gera. Hann vann lættliga á Krustumerium og Antemnu. Hersilia, ið var kona Romulusar, fekk hann at loyva teimum sigraðu at búgva í Róm, um teir vildu. Síðani kom sabbakongur, Titus Tatius, við sínum heri móti Róm. Við snildunum frá Tarpeiu, eydnaðist Titusi við sínum heri ósæddur at nærkast herliðnum, ið stóð á varðhaldi á Kapitolinum. Eitt lið av sabbaherinum royndi síðani at leypa á á rómverska herin hjá Romulusi, ið var staddur har norðuri beint ímillum Kapitolheyggi og Palatinheygg, aftanífrá (hetta stað varð seinni nevnt 'Forum Romanum'). Teir høvdu vunnið, hevði Romulus ikki ákallað Janus og Jupiter og lovað teimum eitt tempul í part. Tá sigst, at kvinnurnar, ið rómverjar høvdu rænt, tveittu seg ímillum stríðandi partarnar og bønaðu fedrar, brøður og nýggju menn sínar um at steðga tí gudsspottandi krígnum. Síðani varð friðaravtala undirskrivað og bæði fólkini sameind. Hetta var í Forum. Soleiðis hendi tað, at Titus Tatius og Romulus valdaðu í semju. Men Titus doyði stutt eftir, og Romulus valdaði báðum fólksløgunum einsamallur. Romulus ráddi í 33 ár og sá unga Róm mennast nógv; tí nevndi fólkið hann 'tjóðarfaðir'. Romulus andaðist 54 ára gamalur. Tað sigst, at tað var 7. juli, at hann vitjaði her sín á einum parti av Kampus Martius, nevndur palus Kapri (geitarskrúðgongan) tá óveður brast á og eitt skýggj kom niður, tók hann og fór avstað upp í himmalin við honum. Øll, ið vóru hjástødd, vórðu sannførd um, at hann var vorðin gudur. Aðrar sagnir nevna bara, at ódnarveður kom, og tá tað hæsaði av, var Romulus horvin. Ein rómverji, ið æt Julius Prokulus segði seg hava droymt Romulus, ið hevði sagt, at gudarnir høvdu rænt seg, og at hann nú var vorðin gudurin Kurinus, at býurin fór at fáa stórfingna framtíð, so leingi rómverjar vandu unglingar sínar og høvdu sterkan her. Hann hevði eisini biðið um, at ein halgidómur skuldi reisast sær á Kurinisarheyggi. Hetta varð gjørt. Fleiri brigdi eru av søgnini um deyða Romulusar. Tey vóru ofta íspunnin av politiskum og og skyldfólka áhugamálum. Sí Filotis um Nona Kaprotinahøgtíðina, ið var til minnis um Romulus. Rutular. Rutular ella rutuli. Ein ættarbólkur úr miðitalia, sum hevði høvuðsstað í Latium og nevndu hann Ardia. Teir vildu ikki, at Eineias skuldi koma hagar, og kongur teirra, Turnos, fekk teir at taka ímóti honum við vápnum. Skamandrios. 1. Tað, ið Hektor kallaði son sín, Astyanax 2. Ein troyabúgvi, ið doyði fyri Menilaosi Silvius. Silvius Ein sonur Eineiasar og Laviniu, og hálvbróðir Askaniosar. Fyrst hevði Askanios veitt Silviusi pláss sítt í Lavinium og var síðani farin at grundleggja Alba, fyri ikki at vera fyri. Tá Askanios doyði, læt hann Silviusi trónuna í Alba. Hesin valdaði í 29 ár og læt við deyða sín sonin, Eineias Silviusi, kongaríkið. Aðrar sagnir gera Silvius til son Askaniosar, og Askanios til son Eineiasar og Laviniu. Til endans skal nevnast, at hann onkuntíð verður hildin vera sonur Eineiasar og Silviu, konu Latinosar, ið Eineias giftist við, eftir at Latinos var deyður. Tisamenos. 1. Sonur Orestis og Hermionu. Ein søgn sigur, at hann tók við trónuni í Sparta og Argos eftir Orestis, men at hann doyði í bardaga við heraklidar. Ein onnur, at teir ruku hann burtur og loyvdu honum at flýggja. Hann søkti grið hjá jónum heilt har norðuri á Pelops hálvoy, men teir lupu á hann og royndu at reka hann burtur. Teir drupu Tisamenos, men taptu fyri herliði hansara, ið kringsetti Helis, býin hjá jónum, men loyvdu teimum seinni at fara til Attika, har atenar tóku ímóti teimum. Menninir hjá Tisamenos jarðaðu hann við stórfingnari jarðarferð og ráddu síðani í økinum, sum teir høvdu tikið frá jónum, og nevndu tað Akeia. Ein onnur søgn sigur, at tað longu æt Akeia tá Tisamenos brast saman við heraklidar, ið fylgdu aftaná honum og drupu hann har, í Akeia. Elsti sonur Tisamenosar, Kometis (2), tók við valdinum eftir hann. Hinir synir hansara itu Diamenevs, Sparton, Tellis og Leontomunevs. 2. Ein sonur Tersandros (2) og Demonassu, dóttur Amfiraos. Tá teir aðru ferð søktu at Troya og løgdu at í Mysia, doyði faðir hansara longu heima hjá Telufossi (sí Tersandros (2)), men Tisamenos var ov ungur at standa fyri herliðnum úr Tepis. Ikki Tisamenos, men Peneleos, hevndi deyða kongsins við at drepa Evrypylos (4), son Telufoss. Tá Tisamenos vaks til mans, ráddi hann í Tepis. Hann fekk ein son, Avtesion, ið ráddi eftir, at faðirin doyði. Summar sagnir siga tó, at hann mátti gerast útlagin og fór upp í part við heraklidum. Tó tók abbasonur Peneleosar, Damasikton, við valdinum eftir Tisamenos. Tyrros. Tyrros ella Tyrrunos. Hann var úr Meioniu í Lydialandi og var sonur Atys, kong í Lydia. Hann var eisini høvuðshirði Latinosar. Hann stóð á odda fyri latínskum bóndum at hevna tað heilaga kvenndádýrið, ið Askanios hevði dripið. Eftir at Eineias var deyður, óttaðist Lavinia fyri soninum hjá manninum og flýddi til Tyrros at eiga Silvius. Eisini er sagt, at hann førdi lydiabúgvar til Italia, tá ógvuslig hungursneyð var í Lydia. Etruskar vóru nevndir eftir honum, og Herodotus stendur við, at etruskar vóru av ætt teirra, ið flýddu undan hungursneyðini. Eitt hav vestan fyri Italia eitur eisini eftir honum. Venus. Venus Ein sera gomul latínsk gudinna, ið átti ein halgidóm næreindis Ardia, ið var bygdur áðrenn Róm. Í aðru øld f.kr. varð hon partur av gudasøgnini um ta griksku Afroditu. Sagnirnar um ferðir Eineiasar, soni Venusar, ella Afroditu, høvdu stóran týdning hjá rómverjum, tí Eineias búsettist til endans í Italia, og rómverjar hildu, at Augustus og hansara ætt, ið tó bert var ættleidd, men ið varð nevnd gens Julia, var av Julosar ætt, og tískil eisini av Eineiasar og móðir hansara, Venusar ætt. Tað var Venus, ið hjálpti Eineiasi at sleppa úr Troya tá eldur var settur á býin, og vardi hann móti vreiðini hjá Heru. Hon gjørdi so Dido, drotning í Kartago, gjørdist ásttikin í honum og veitti honum griðskjól tá honum tarvdist tað. Hon stuðlaði honum eisini í bardøgum sínum við Turnos við at geva honum spjótið aftur, ið sat fast í einum træi. Samandráttur av Føroyingasøgu. Gøtuskeggjar eru ættaðir frá Torsteini Reyða og Eyð hini Findarríku. Torbjørn Gøtuskegg (f. uml. 920) festi Guðruna. Tey áttu Tollakk og Trónd (ff. uml. 950). Tróndur var stórskorin. Tollakkur giftist í Eysturoynni; faðirin Torbjørn, andaðist og varð heygsettur; brøðurnir kastaðu lut um arvin, og Tróndur fekk jørðina í Gøtu, ið var tann besta. Tollakkur flutti í vreiði. Tróndur leigaði jørðina út, gjørdist múgvandi, fór til Noregs, har Haraldur Gráfeldur ráddi, var tó tunglyntur alla tíðina. So fór hann til Háloyrar keypsstevnu í Danmørk, har Haraldur kongur Blátonn ráddi. Hann var á stevnuni, og brøðurnir Sjúrður og Hárekur við honum; teir vilja keypa gullring frá Holmgeiri ríka, skulu tó savna nóg mikið av silvuri saman til dagin eftir. Silvurið verður lumpað frá teimum, kongur leggur fráfaringarforboð á øll skip. Gøtu-Tróndur ræður kongi til at fáa allar menn á stevnuni at leggja lítið silvur við lítið og bøta brøðrunum skaðan aftur; tað, sum eftir var, endaðu kongur og Tróndur at býta sínámillum. Tróndur var hereftir ríkur, keypti skip og setti búgv heima í Gøtu. Havgrímur í Suðuroy var giftur við Guðrið, ið var dóttir Snæúlvs, ið búði í Sandoy og hevði verið nógv í víking, og hevði helvtina av Føroyum frá Haraldi kongi Gráfeld. Tey áttu ein son, Øssur, og tveir heimamenn, Einar Suðuroying, ið var skyldmaður Brestis, Beinis og Eldjarnar Kambhøtts. Teir báðir mettu einaferð menn. Einar rósti Bresti og Beini, og Eldjarn rósti Havgrími; tað endaði við, at Einar breyt skallan á Eldjarni. Eftir hetta tveitti Havgrímur hann út. Brestir og Beinir í Skúgvoy eru synir Sigmundar, bróður Torbjørnar Gøtuskegs. Teir áttu helvtina av Føroyum frá Hákuni jalli Sjúrðarsyni, sum tá ráddi í Tróndheimi. Millum systkynabarnanna Gøtu-Trónd, Brestir og Beinir var kalt. Frilla Brestis æt Cecilia og var av norskari ætt. Frilla Beinis æt Tóra. Sonur Brestis æt Sigmundur, sonur Beinis æt Tórir (ff. uml. 970). Einar flýggjar til teirra og býr hjá teimum. Brestir er lógkønur og vinnur sakarmálið. Havgrímur og Guðrið fara til Snæúlvs at biðja lógkøn ráð, men Snæúlvur kastar spjót eftir Havgrími. Havgrímur fer so til Gøtu-Tróndar, ið játtar, men biður hann fara til Svínoyar-Bjarna, móðirbróður sín, Gøtu-Trónds, at fáa fleiri menn við. Brestir og Beinir fara við synum sínum eftir bjargaseyði, Havgrímur, Gøtu-Tróndur og Svínoyar-Bjarni herja á teir; Havgrímur, Brestir og Beinir doyggja. Gøtu-Tróndur vil drepa dreingirnar, Bjarni vil ikki, og Tróndur tekur teir til fosturs, fær stutt eftir allar ognir Brestis og Beinis og hevur alt vald í Føroyum. Ravnur Holmgarðsfari siglir til Føroya, Tróndur selir honum dreingirnar, teir búgva hjá honum eina tíð, til hann fer á ferð, gevur teimum tá silvur og letur teir fara. á Upplondum búði bóndi, sum æt Tórálvur, konan æt Íðun og dóttirin Ragnhild. Grannarnir itu Steingrímur bóndi, konan Tóra og sonurin Torkil, ið fekk tilnavnið Turrafrost, av tí at hann skeyt boga og ørv, tá tað var turrafrost á jørðini. Torkil biður um Ragnhild, men Tórálvur sýtur honum hetta. Torkil rænir tá Ragnhild, Steingrímur, faðir hansara, biður hann bera hana aftur, Torkil vil ikki, faðir hansara blakar hann tá út. Tórálvur savnar menn og fer at leita eftir dóttrini, men særist í samanbresti við Torkil og hansara menn. Ragnhild og Tórálvur fara heim, Tórálvur doyr av sárunum. Torkil fer heimaftur og verður víðagitin sum Tórálvs bani, gjørdur útlagin og krógvar seg í einum helli eina tíð, fer so og rænir Ragnhild aðru ferð og heldur til fjals. Og har hevur hann verið síðani. Og Torkil og Úlvur eru sami maður. Sigmundur sigur Úlvi, at Turið er við barn av sær og biður Úlv goyma sær hana. Úlvur biður Sigmund fáa høvdingar at gera so hann ikki er útlagin longur, so hann aftur fær búð millum fólks. Sigmundur og Tórir fara nú til Hákunar jals á Lað og vera har. Sonur Hákunar jals, Sveinur, fær Sigmund í hernað. Hin sonur Hákunar jals, Eirikur, kemur úr Víkini úr sæti sínum og Sigmundur biður hann fáa seg í hernað hjá Hákuni jalli. Sigmundur fer sjálvur til Hákunar og fær skip, fer síðani til synir hansara, Eirik og Svein jall, og fær hvør sítt skip frá teimum. Sigmundur fer suður í Víkina, gjøgnum Oyrasund og inn í Eystrasalt, fekk tó lítið rænt, tí hann hevði so fáar menn. Hann fer vestur aftur undir Elvarsker, gongur upp á ein hólma og sær fimm skip liggja hinumegin, har av eitt var eitt drekaskip. Randver úr Holmgarði ráddi fyri, barst verður og Sigmundar menn vinna, sigla so aftur til Víkina, hitta Eirik jall, fara so aftur til Hákunar, ið ger Sigmund og Tórir til hirðmenn. Eirikur kongur hin sigursæli Bjarnason Eiriksson Eyvindarson ræður fyri Sviaríki. Tólv norrønir keypmenn hildu sølustevnu í Sviaríki, har ein drap ein svia; Eirikur kongur frættir hetta og sendir menn at drepa allar teir tólv norrønu. Hákun jallur biður Sigmund hevna teir tólv. Hann fer og rænir svenskar bygdir. Bjørn sýslumaður herjar á at verja. Teir fara at berjast, Sigmundur drepur merkismann Bjarnar og Bjørn sjálvan. So fara teir haðani í Holmgarðar og herja har. Eirikur kongur sendur boð til sviarnar Vandil og Adil og biður teir drepa Sigmund. Um heystið koma Sigmundur og teir aftur undir Sviaríki, Vandil og Adil leypa á, Vandil doyr og Adil flýggjar og Sigmundur eigur skipini. So sigla teir til Danakongs ríkis og haðani í Víkina til Eiriks jals, og haðani til Tróndheims til Hákunar jals. Á vári biður Hákun jallur Sigmund fara til Orknoyar at drepa Harald Jarnheys, sum hann hevði gjørt útlagnan. Teir fara í víking, koma til Ongulsoyar, berjast móti Haraldi Jarnheysi, men semjast við hann, og Sigmundur og Haraldur Jarnheys fara í víking saman. Sigmundur fær Harald við sær til Hákunar jals, og tað endar við, at Hákun gevur Haraldi Jarnheysi grið og landavist í Noregi. Í Føroyum veksur Øssur Havgrímsson upp hjá Gøtu-Tróndi, sum fær honum konu. Tróndur sigur við hann, at teir skulu býta oyggjarnar í helvt sínámillum, Øssur fær ta helvtina, sum Havgrímur hevði átt, og Tróndur ta hjá Bresti og Beini saman við øllum landi og leysafæi, ið teir høvdu átt; og soleiðis verður tað. Øssur átti nú eitt búgv í Hovi á faðirarvi, annað í Skúgvoy, triðja í Dímun á faðirarvi Sigmundar og Tóris. Øssur gjørdi virkisgarð í Skúgvoy (Dímun?) til at verja seg móti Sigmundi, og var oftast har. Tróndur var ríkastur í Føroyum, Øssur næstríkastur. Sigmundur vil hevna faðir sín, Hákun jallur ger honum tveir knørrir í staðin fyri langfaraskip, og hann og Haraldur fara við. Hákun fer við Sigmundi inn í ein skóg til smáttu, har Torgerð Hørðabrúður býr. Sigmundur nígur fyri henni tvær ferðir, fær síðani ringin frá henni, fær Sigmundi hann til góða eydnu. Síðani skiljast teir, og Hákun er eftir hjá Torgerð. Sigmundur og Haraldur eru á øðrum skipi, Tórir stýrir hinum, óveður kemur og skipini skiljast og reka í fleiri samdøgur. Teir Sigmundur vinna ikki upp Eysturoynna, men koma til Svínoyar, fara til Bjarna garð, men geva honum grið, tí hann bjargaði lívi Sigmundar, tá faðir hansara varð dripin. Teir siga tó, at hann skal við teimum til Eysturoyar, men Bjarni sigur, at tað er ov ringt veður. So sigur Sigmundur, at teir skulu fara til Skúgvoyar (Dímunar?) til Øssurs. Øssur átti son, sum æt Leivur. Teir fara og koma hagar, Sigmundur lesir seg upp og drepur ein mann og sjálvan Øssur. Tá geva Øssurs menn seg yvir. Tórir varð rikin til Suðuroyar, men hann og Sigmundur hittast, óvist er hvar. Sigmundur og Tróndur avtala semju og skulu hittast á tingi í Tórshavn. Teir eru á tingi, og Tróndur biður Sigmund avgera sáttirnar teirra millum. Sigmundur sigur, at Hákun jallur skal gera av, hvørjar sáttir skulu vera. Tróndur sigur, at hann vil ikki missa nakað av valdi sínum. Tróndur óttast tó Sigmund og gongur undir, at Hákun jallur skal avgera sáttirnar teirra millum, og Sigmundur, Tórir og Haraldur Jarnheys eru í Skúgvoy til veturin er av, og teir fara at finna Hákun jall, men eingin Tróndur kemur, men menn, ið siga, at Tróndur var rikin aftur til Føroya. Hákun jall ger tó sáttirnar av. Sigmundur hevur valdið á einum fjórðingi av Føroyum, og hann skal fáa valdið á einum fjórðingi aftrat, bæði av Trónda og Øssursa parti. Og Hákun skal ráða hinum partinum afturfyri Brest og Bein, sum vóru hirðmenn hansara. Fyri Havgrím skal einki svarast, tí hann drap Brest, og Øssur heldur einki, tí hann tók ognina hjá Sigmundi og var dripin á henni. Tróndur kann hava landavist sína. Sigmundur skal hava hina helvtina av Føroyum í len. Sigmundur og Tóri fara til Føroya at siga Trónda sáttirnar, hann játtar, men sleppur at gjalda yvir trý ár. Tróndur ynskir Sigmundi langa høvdingatíð sum hann, Tróndur, hevði havt. Tróndur tekur Leiv Øssurson til fosturs. Sigmundur fer til Hákun jalls og er hjá honum um veturin. Summarið eftir at Sigmundur og Tóri gjørdust hirðmenn Hákun jalls fóru teir til frostatings, og Sigmund fær Torkili verfaðiri sínum landavist sína aftur. Hákun sendir boð eftir Torkili og konu og dóttir, og Sigmundar og Turids dóttir, sum æt Tóra (f. uml. 988), og tey vera øll hjá jallinum um veturin. Torkil fekk eina sýslu í Orkadali frá Hákuni og setti búgv har. Sigmundur biður um Turid, og brúdleypið verður hjá Hákun jalli á Lað. Torkil gjørdist hirðmaður og vinmaður Hákun jalls. Sigmundur fer við konu og dóttir til Føroyar um heystið og hava friðarligan vetur. Um várið er ting, Sigmundur krevur annan triðingin av Trónda, sum umber seg við, at hann hevur Leiv Øssurson til fosturs, og vil hava honum tað, Sigmundur eigur hjá sær, í faðirbøtur. Hetta vil Sigmundur ikki, og hann fær at endans fæið, sum hann átti at fáa. Um summarið fer Sigmundur við skattinum, fer síðani aftur til Føroya um veturin. Sigmundur og Svínoyar-Bjarni eru væl, og Bjarni roynir at fáa Sigmund og Trónda at semjast. Á tingi krevur Sigmundur aftur fæið frá Trónda, sum krevur faðirbøtur til Leiv Øssurson. Sigmundur letur fæið standa. Hann fer til Hákun jalls um summarið, Turid er eftir, teir koma til jallin um heystið. Sigmundur er nú sjeyogtjúgu ára gamal og árið er 997. Sigmundur og Tóri eru við Hákuni og syninum Eiriki við í bardaga móti jómsvíkingum. Sigmundur er fremst upp á skeið Bua Digra og høggur hendurnar av honum við snildum sínum at blaka upp í loft. Um várið fer Sigmundur aftur til Føroya. Nú ræður hann øllum Føroyum. Ólavur kongur hevði verið tvey ár í Noregi og hevði kristnað um veturin allan Tróndheim. Hann sendur nú boð eftir Sigmundi, kemur til Summøri um summarið, og har hittast teir. Ólavur kongur sigur teir vera líkar: báðir eru djarvir og nutu nógv ilt, áðrenn teir fingu tann heiður, teir vóru bornir til, fedrarnir hjá báðum vórðu myrdir, harnæst teir báðir trælkaðust og vuksu upp í útlegd. Ólavur var í Estlandi til hann var níggju ár, so var hann onnur níggju í Garðaríki, og fekk somu virðing frá Valdimar kongi, sum Sigmundur hevði fingið frá Hákun jalli. Nú hava teir báðir ognast faðirarv og fosturland umsíðir. Ólavur kongur umvendir Sigmund, og teir eru saman um veturin. Kongur fær Sigmund at kristna Føroyar, ger hann tá til høvuðsmann yvir Føroyum. Hann fer til Føroyar at kristna, men Tróndur fær vent allar bøndurnar frá honum, og teir herja á og lova at drepa Sigmund, um hann ikki lovar ongantíð aftur at vilja umvenda føroyingar. Sigmundur játtar hesum, tí hann er ov illa mannaður. Um veturin 997-98 er hann heima í Skúgvoy. Um várið kúgar Sigmundur Trónd, Tróndur tekur við kristnari trúgv, Tóri mælir til at drepa Trónd kortini, men Sigmundur vil ikki. Sigmundur kristnar nú allar Føroyar. Um summarið fer Sigmundur til Ólav kong við skattum og Trónda, men Tróndur nýtir gand, so teir reka skipbrotnir aftur til Føroya tvær ferðir. Sigmundur letur tá Trónda vera eftir í Føroyum, og áleggur honum at halda kristna trúgv og ymiskt annað. Hetta var tó seint á heysti, og tí sat Sigmundur í Skúgvoy um veturin 998-99. Um várið fer hann til kongs, ið vil hava hann riknan burtur. Ólavur Trygvason og Sigmundur royna ítrótt, Ólavur hevur munin. Ólavur biður ringin frá Sigmundi, Sigmundur noktar, Ólavur sigur, at ringurin verður Sigmundi at bana, tí Ólavur veit væl, hvaðan ringurin er komin. Eftir hetta eru teir minni vinir enn áður. Á sumri fer Sigmundur til Føroya og setist í Skúgvoy. Fer til Lað í Tróndheimi til jallarnar Eirik og Svein, Sigmundur gerst hirðmaður teirra og fær Føroyar í len, fer aftur til Føroya um heystið. Hjá Gøtu-Trónda vuksu Sjúrður Tollakson og Tórður Lági, bróðursynir Trónda, og Geyti Reyði, systursonur Trónda, og teir og Leivur Øssurson vóru javnaldrar. Sigmundur og Turid áttu Tóru, Tórálv, Steingrím, Brand og Hera. Sigmundur byggir kirkju í Skúgvoy. Nú er ting og Sigmundur og Tróndur hittast. Tróndur er fallin frá trúnni, hann krevur faðirbøtur til Leiv av Sigmundi, ið svarar, at Hákun jallur hevur longu dømt teirra millum. Tróndur hóttir hann við, at teir, sum nú veksa upp hjá sær, fara at hevna hetta. Teir eiga tó meir enn helvt móti Sigmundi. Um summarið fara Sigmundur, Tóri og Einar Suðringur í Lítlu Dímun, Gøtuskeggjar herja á teir, Sigmundur og teir sleppa burtur við báðum bátunum, senda fólk út eftir teimum, men Tróndur og teir hava brunnið vita og eru slopnir burtur haðani. Seinni um summarið fara Sigmundur, Tóri og Einar at krevja skuld, Tróndur loypir á, Sigmundur og teir koppa gøtubátin, Tóri vil drepa allar, Sigmundur mælir frá, Sjúrður Tollakson er illur, allir úr Gøtu semjast um ikki at gevast fyrr enn Sigmundur er deyður. Nú líður summarið. Tíðliga á vetri droymir Tróndur, at nú er gott at leypa á Sigmund, fer, við eru Leivur Øssurson, Sjúrður Tollakson, Tórður Lági, Geyti Reyði, Steingrímur bóndi úr Eysturoy og Eldjarn Kambhøttur, ið tá hevði verið leingi hjá Trónda. Svínoyar-Bjarni var ikki við, tí hann og Sigmundur sáttust. Teir fara til Skúgvoy. Eldjarn Kambhøttur doyr fyrst. Teir søkja at garðinum, Turid er mans maki at stríðast, Tróndur og teir bera eld at, Turid spyr, hvussu leingi teir ætla at berjast við høvuðleysar menn. Tróndur luktar Sigmund, Tóra og Einars fet, Tróndur tevjar sum hundur, til hann kemur til eina gjógv um alla oynna, Sigmundur man hava lopið um gjónna, og teir skulu býta seg sundur og fara eftir hvør sínum enda av gjónni. Úr niðuni loypir Sigmundur og høggur Steingrím undir liðini á Trónda. Sigmundur missir svørðið, og teir tríggir loypa á sjógv, svimja til Suðuroyar, Einar fellir frá, Sigmundur tekur hann á herðarnar, men hann doyr. Nú fellir Tóri frá, Sigmundur tekur hann á herðarnar, svimur til Suðuroyar, tá skolar Tóri av herðunum á honum og druknar. Sigmundur kom upp og sovnaði í fjøruni. Torgrímur Illi var leigulendingur hjá Gøtu-Trónda og átti synirnar Ormstein og Torstein. Hann finnur Sigmund, ið nevnir seg. Torgrímur dregur á at hjálpa honum, sær tá gullringin og drepur tá Sigmund fyri at fáa ringin. Synirnir muta tó ímóti í fyrstuni. Árið er 1005. Tróndur er farin heim ímeðan, Turid varð nú kallað megineinkjan, og børnini vuksu upp hjá henni enn. Tróndur og Leivur Øssurson tóku nú allar Føroyar undir seg og bjóðaðu Turid megineinkju og synum hennara sáttir, men tey vildu ikki taka við. So gingu nøkur ár. Tróndur vil hava Leiv giftan við Tóru Sigmundardóttir, fingu kaldliga móttøku, teir bjoða Turid og synum hennara tær sáttir, at bestu menn í oyggjunum skulu døma teirra millum, og tey játta umsíðir. Tróndur ber upp bønarorð, tóktist hetta vera líkligast til fullar sáttir, og beyð sær at bøta um Leivs lut við miklum fæ. Tóra leggur tó tær treytir, at Leivur skal gera eið, at hann ikki drap Sigmund og fáa uppspurt, hvør drap hann, og tá kunnu tey samráðast víðari. Tróndur og Leivur fara til Suðuroyar til Torgrím Illa. Tróndur og Torgrímur fara innar í stovu, Tróndur spyr, hvat man hava verið teirra Sigmunds bani, Torgrímur heldur, at teir Tróndur hava dripið teir, men Tróndur svarar, at øll vistu, at teir vildu teirra bana, og tí høvdu teir ikki havt dult drápið. Tróndur biður menn sínar leggja Torgrím og synir hansara í fjøtur, gandar síðani teir tríggjar Einar, Tóra og Sigmund fram. Teir finna síðani ringin. Torgrímur játtar nú, og vísir teimum líkini, ið teir jarða í Skúgvoy við kirkjuna hjá Sigmundi. So fær Tróndur Torgrímm og synir hansara at játta, og teir verða hongdir í Havn. Leivur fær nú tóru Sigmundardóttir, og tey semjast øll við fullum sáttum, og Leivur og Tóra seta búgv á faðirarvi Leivs í Hovi. Tórálvur Sigmundarson giftist og setur búgv á Dímun. Ólavur kongur hevði lagt skatt á alt Noregs ríki, Orknoyar, Hetland, Føroyar og Grønland, men ikki Ísland. Tá hann hevði verið kongur í níggju ár, sendi hann boð eftir Gilla løgmanni, Leivi Øssurson, Tórálvi á Dímun og øðrum bóndasynum. Tróndur skuldi eisini fara, men varð sjúkur og fór tí ikki. Ólavur kongur sigur teimum, at hann vil hava skatt av Føroyum og seta sínar lógir í gildi í Føroyum, og føroyingarnir tora ikki annað enn at játta, og Leivur, Gilli og Tórálvur gjørdust hirðmenn Ólavs. Teir fara heimaftur, og Ólavur sendir sínar menn til Føroya eftir skatti, teir spurdust ikki aftur, føroyingar siga teir ikki vera komnir, hann sendir nakrar aftrat, sum heldur ikki koma afturíaftur. Hetta hevur verið um 1024. Ólavur kongur sendir boð eftir hirðmonnum sínum, og teir halda kong vilja fregnast um tað mundi passað, at tey bæði skipini, sum vóru horvin, høvdu siglt skeivt. Tórálvur fer í 1026. Ímeðan skeldar Tróndur Sjúrð, Tórða og Geyta fyri, at teir bara liggja og letast á bríkini í staðin fyri at fara at selja ull. Hinir leypa so upp, og teir og Tórálvur fara út í senn og koma at landi í Hernu tá ið skýmt var. Um náttina fara Tórálvur og ein annar ein náttartúr, Tórálvur verður myrdur og hin oman stoyttur, men doyr ikki. Ólavur hoyrir hetta og stevnir á ting. Ólavur heldur sjálvur, at Sjúrður Tollakson og Tórður Lági hava dripið Tórálv og roynt at dripið hin, tí teir vistu at siga, um at Sjúrður og Tórður høvdu dripið sendimenninar, sum ongantíð komu fram. Sjúrður Tollakson sigur hetta vera ónt slatur og at Tórálvur var fosturbróðir sín og góði vinur, og um hann hevði viljað dripið Tórálv mundi hann heldur gjørt tað heima í Føroyum, og hann bjóðar sær til jarnburð. Fólk halda hann tala satt, kongur illtrúgvin, men avger, at Sjúrður skal bera jarn í Lygru morgunin eftir, og biskupur skuldi vera hjá Tingið verður slitið, kongur fer til Lygru, Sjúrður og hinir fara til skip sítt, og Sjúrður heldur kong hava dripið Tórálv og vilja hava teir dømdar fyri tað, og heldur vera best at rýma, og teir so gera. Tróndur er illur við teir, og teir við hann. Í Noregi halda fólk teir vóru sekir, ikki minst kongur. Um várið fer hann úr Niðarósi at ferðast um landið, suður á Møri, á Summøri, lá í Heroyum, helt hústing og hoyrdi mangt og margt. Á einum hústingi klagar hann um skattin, sum føroyingar ikki vildu lata sær, og vil hava menn at fara fyri seg, allir bóru seg undan uttan Karl Mørski, tó hann var óvinur kongs, fyri at fáa tokka aftur frá kongi, tí hann hevði verið versti víkingur og kongur hevði ofta roynt at fingið hann dripnan. Kongur fyrigav honum afturfyri, búði hann út og sendi Leivi Øssurson og Gilla løgmanni boð um at taka væl ímóti Karli og sendi teimum jartegnir sínar, sum eru prógv at sannføra vitnisburð. So verður ting um summarið 1027, og eru har bæði Tróndur og Leivur og Gilli, við stórum mannfjøldum. Leivur og Gilli og Karl finna saman og eru vinmenn, Karl ber fram boð frá Ólavi, og hinir lova at hjálpa honum. Tróndur letst virða kong og býður Karli at gista hjá sær um veturin. Karl sigur seg heldur vilja gista hjá Leivi, Tóndur býður sær til okkurt annað, Karl biður hann so krevja skatt av Eysturoy og Norðoyum, Tróndur játtar fegin. Leivur kravdi skatt av Streymoy og suðureftir. Um várið 1028 gjørdist Tróndur sjúkur í brósti og eygum, men fór tó á ting og læt tjalda búðina innan. Karl og Leivur koma inn eftir skattinum, Leivur við monnum fremst, Karl við monnum næst. Teir fáa silvurið, men tað er ikki gott, Tróndur sigur, at bøndurnir hava mutrað menn sínar, tí hann hevur verið sjúkur alt vár, handar Leivi ein annan pung, sum Tróndur hevur fingið í landskuld, men tað var heldur ikki gott. Geyti Reyði ilskast inn á Trónd, at hann finnur seg í slíkum, Tróndur ilskast aftur, gevur tó Levi ein triðja pung. Nú reisist Tórður Lági og ilskast inn á Karl. Leivur og Karl halda hetta vera gott silvur og viga tað í hjálminum hjá Karli uttanfyri á grasinum. So koma nakrir menn og biðja Leiv Øssurson fara í búðina hjá Gilla løgmanni, tí at Sjúrður Tollakson hevði dripið ein mann. Leivur fer við monnum. Geyti Reyði leypir gjøgnum eystmenn Karls og høggur Karl í høvdið, Tórður Lági trýstir øksina heilt inn í skallan á honum, so hann doyr. Menn úr búðini hjá Trónda bera Karl haðani. Tróndur býður fæ afturfyri, at Karl var dripin. Leivur og Gilli tóku ikki við, Sjúrður, Geyti og Tórði vórðu gjørdir útlagnir. Eystmenninir fóru til Noregs at siga Ólavi kongi frá um hetta, men kríggj varð í Noregi, so ikki varð hevnt. Tróndur gav teimum trimum skip og fæ, men teir vildu hava meir og søgdu at Tróndur hevði drigið faðirarv teirra inn undir seg, og teir fóru at skeldast. Teir stevna til Íslands, men sjólátast, og um heystið finnast rekar í Eysturoy, og um veturin ganga nógvir teirra aftur í Gøtu og aðrastaðni í Eysturoy og gera skaða, Tróndur torir ongastaðni at fara einsamallur veturin 1028. Tróndur sendir boð til Leiv Øssurson og teir semjast um at forbjóða monnum at hava vápn við sær á ting. Leivur spyr Gilla løgmann um ráð. Teir vóru systrasynir. Gilli trýr ikki Trónda, semjast tó um at almenningurin skal vera vápnaleysur, handgingnir menn ikki. Um summarið á tingi ganga Leivur og Gilli burturfrá og síggja Sjúrða Tollakson, Tórða Lága og Geyta Reyða fyri miklum herliði, teir koma á ting, Tróndur fer til teirra, og hann vil antin døma sátt millum Leiv og Gilla, og Sjúrða, Tórða og Geyta. Leivur og Gilli játta, tí teir eru illa mannaðir. Tróndur vil, at Sjúrður, Tórði og Geyti fáa landavist í Føroyum, Tróndur skal ráða á triðingi av Føroyum, Leivur øðrum triðingi, og synir Sigmundar triðja triðingi, og Tróndur býður sær til at fostra Sigmund, son Leivs. Leivur sigur, at Tóra skal ráða í tí. Tóra vildi væl, og so varð. Tað var um summarið 1029. Kongur í Noregi var Sveinur, og Alfiva var móðir hansara. Tróndur, Sjúrður, Tórði og Geyti vóru heima í Gøtu. Tróndur var ógiftur, men átti dóttir, sum æt Guðrun. Tróndur blakar teir út, tí teir letast bara, Sjúrður sigur, at hann var lagstur á faðirarv teirra. Teir fara at skeldast og fara síðani til Streymoy. Har búði Tórhallur Ríki og konan Streymoyar-Birna. Tórhallur var gamal og góðtrúgvin, og Sjúrður, Tórður og Geyti fara til hansara og bjóða sær til at krevja inn fyri hann, tí hann átti nógv til góðar, men fekk lítið aftur. Tórhallur játtar. Sjúrður verður ríkur, og teir tríggir búgva hjá Tórhalli um veturin 1029. Sjúrður og Birna finna saman. Um várið vil Sjúrður, at hann og Torhallur skifta búgvið ímillum sín, og Birna vil tað eisini. Tórhallur letur sær eftirlíka, og Sjúrður og Birna skumpa hann nú til viks og ráða øllum sjálvi. Eitt skip ferst undir Suðuroynni. Tríggir brøður, Havgrímur, Bjarngrímur og Hergrímur koma lívs á land. Sjúrður, Tórður og Geyti bjoða teimum heim til Tórhalls, sum dámdi hetta illa, men Sjúrður segði at tað skuldi einki kosta honum. Teir búgva har, Torhallur og Bjarngrímur fara at skeldast, Sjúrður fær rættlag í, gevur teimum eitt skip, og so ganga teir og mala inn. Ein dagin Sjúrður er úti, drepa teir Tórhall. Teir fara oman á skipið og drepa teir og taka fæið. Sjúrður og Birna giftast og fáa nógv børn. Torvaldur í Sandoy og konan Tórbera, gamal og ríkur. Geyti býður sær til at krevja skuldir inn fyri hann, býr hjá honum leggur ástir saman við Tórberu, og fær kravt nógv inn. Ein fiskimaður kemur inn, hann skyldar Torvaldi fæ, men vil ikki lata tað, tað endar við at fiskimaðurin drepur Torvald, Geyti drepur tá fiskimannin. So giftast Geyti og Tórbera og eiga alt. Tóri Beinisson átti son, ið æt Leivur Tórason, og hann sigldi farmasigling millum Føroyar og Noreg og búði annaðhvørt hjá Leivi Øssurson og Turid megineinkju og synum hennara. Men so einaferð býður Sjúrður Tollakson honum heim til sín í Streymoynna at gista. Hetta dámar Leivi Øssurson illa. Men Leivur Tórason fer til Sjúrð Tollakson at búgva um veturin. Ein dagin um várið fer Sjúrður at krevja skuldir frá granna sínum, Bjørn, og vil hava Leiv við sær. Teir fara, ilt kemur og Bjørn høggur eftir Sjúrða, men Leivur leyp fyri og fær høgg Bjarna og doyr, harnæst Sjúrður drepur Bjørn. Eingin trýr Sjúrða hesum. Turid megineinkja og Tóra dóttir hennara átala Leiv Øssurson, tí tær syrgdu Leiv Tórason og høvdu illbatan av, at Sjúrður Tollakson hevði dripið hann. So droymdi Turid um Sigmund Brestisson og hann bað hana ikki vera illa við Leiv Øssurson, tí hann fór skjott at beina skommina frá teimum. Skip lendi í Streymoynni stutt frá Sjúrða Tollaksons garði. Skiparin æt Arnljótur og kemur á tal við Skofta, sum býr har, sum teir lenda og var í arbeiði hjá keypmonnum, og sigur, at Bjarngrímur og hinir vóru synir sínir, og vildi hevna teir. Skofti sigur at hann skal lata Arnljót frætta tá tað liggur væl fyri at søkja at Sjúrða Tollakson. Um summarið 1030 fara Sjúrður og hinir báðir í eina oyggj at taka skurðseyð, og Skofti sigur Arnljót frá. Teir fara, men Sjúrður hevur somu ráð sum Sigmund hevði á sinni móti Trónda, at leypa hvør sín veg og síðani hittast aftur við bátin, har teir drepa hvør sín mann, rógva avstað til bátin, drepa menninar umborð og fara við báðum bátunum at savna menn og fara síðan út aftur í oynna. Tórður Lági vil geva teimum grið, og Sjúrður vil hava trinnar mannbøtur. So fór Arnljót úr aftur Føroyum, og Sjúrður gjørdi Skofta útlagnan til Noregs. Sjúrður Tollakson vil hava Tórða Lága giftan við Turid megineinkju 1034. Turid sigur seg vilja ráðast um tað og senda boð seinni. Sjúrður er glaður Tórða vegna, men Tórður er illgrunasamur. Turid hitti Leiv Øssurson Tóru dóttir sína, Tóra sigur hetta vera gott agn at hevna við. Tað semjast øll um. Tey fara tó til Trónda eftir Sigmundi soni sínum, tí hann má ikki vera hjá Trónda um tað kemur til skarpskeringar millum tey og Sjúrða Tollakson Tey fara til Trónda, og Tóra sær Sigmund son sín, ið tá var níggju ára gamal. Hann hevði lært saksøking og rættargang, pater noster og kredduna hjá Trónda, ið Tóra helt líktist ongum, Tróndur sigur, at mangar eru kreddurnar, allar líka góðar. Dúgliga varð drukkið, Tróndur var kátur og biður reiða ból til teirra, og Leivur sigur, at tey kundu væl gista har. Tóra vil at Sigmundur skal liggja hjá sær um náttina at siga frá ferðum sínum. Um náttina biður Tóra Leiv fara at hola hvønn bát í oynni. Tóra og Sigmundur fara í bátin, Leivur fer til Trónda at takka fyri blíðskapin, Tróndur vil ikki at Sigmundur skuldi fara, men Leivur fer, og tey fara heimaftur. Sjúrður Tollakson og Tórði Lági koma dagin eftir, Tórður grunar ilt. Teir komu væl til Skúgvoy, Tórður vil ikki við, Sjúrður fer einsamallur. Ta hann kemur upp eru allar hurðar aftur, men at kirkjan er opin og ein kona gongur út úr heni. Tað var Turid, og tey setast á eitt træ at tala saman. Hon vil venda sær móti kirkjuni og fær sín vilja. Hon sigur at Leivur er ikki heima, men synirnir eru heima. Og Turid sigur seg heldur vilja hava Sjúrð sjálvan. Sjúrður heldur um hana, men hon togar møttul hansara um seg, tá kemur Heri Sigmundason við svørði í hendi, Sjúrður smoyggir seg úr møttlinum og rennur avstað. Heri og fleiri aðrir renna aftaná, Heri kastar spjót, Sjúrður fer undan, tekur spjótið sendir tað aftur í miðjuna á Hera. Leivur leypir oman í fjøruna og høggur Sjúrða í síðuna, sum hann skal fara í bátin. Leivur mannar bát og fer aftaná teimum. Sjúrður og teir koma á land í Streymoy, Sjúrður gongur niðan til eitt neyst og doyr har. Teir fluttu líkið heim og setast at eta nátturða. Tá kemur Leivur við sínum monnum og bera eld at húsunum hjá teimum. Geyti Reyði loypir út og berjist við Steingrím Sigmundarson, hjó knæskelina av honum. Tá kemur Leivur Øssurson og drepur Geyta. Tórður Lági drepur Brand Sigmundarson, men Leivur drepur Tórða. Leivur verður víðagtitin, Tróndur syrgdi seg í hel. Leivur ræður nú yvir øllum Føroyum. Leivur fer nú til Noregs til Magnus kong Ólavsson og tekur Føroyar í len av honum og býr har til ellisár. Sigmundur sonur hansara býr í Suðuroy. Turid og Leivur doyggja meðan Magnus var kongur, Tóra var hjá Sigmundi soni sínum. Sonur Sigmunds æt Havgrímur, synir hansara Einar og Skeggi. Steingrímur halti Sigmundarson búði í Skúgvoy. Ægir. Ægir var havgudur í norðurlendskari gudalæru, vanliga roknaður millum æsirnar, hóast hann var av jøtunætt; við konu síni Rán átti hann níggju døtur, sum ímynda aldur; teirra millum vóru Bára, Bylgja, Drøvn, Dúva, Ronn og Unn. Fólkanavn. Ægir verður nýtt sum fólkanavn í Føroyum, Íslandi, Noregi og Danmark, og í sniðunum Aegir og Ägir í Svøríki. Svimjifelagið Ægir. Í Klaksvík er eitt svimjifelag, sum eitur Ægir, sí Ægir (svimjifelag). Teokrati. Teokrati, eisini nevndir gudastýri, er í landi, har prestaskapurin hevur alt vald, og stýrir eftir halgu bókum sínum. Í Iran eru tað mullaharnir - skriftlærdir muslimar og prestar, sum hava valdið, hóast stjórnarvaldið ikki er á átrúnaðarligum hondum. Stýrisskipanin í Vatikanríkinum, minsta ríkinum í heiminum, er bæði gudastýri og kongsveldi. Ríkisovasti er pávin (Benadikt XVI), ið eisini er oddamaður fyri rómversku katólsku kirkjuni. Virðismongd. Virðismongdin hjá eini funktión er tann mongdin av virðum, sum ein funktión hevur sum úrslit. Virðismongdin hjá funktiónini f skrivast: Vm(f). Í eini krossskipan verða tølini, ið hoyra til virðismongdina, skriva upp eftir y-ásanum, eisini nevndur 2. ásur. Also er virðismongdin tey y-virðini, ið ein funktión kann hava. Minnislóg. Frummongdin verður altíð skriva eftir 1. ási, og virðismongdin altíð eftir 2. ási. Hetta kanst tú minnast til við at nýta stavraðið, Frummongd kemur jú áðrenn Virðismongd. Birmaketta. Birmakettan sigst stava frá Burma. Birmakettur finnast eisini í Føroyum. Kalifornia. Staturin Kalifornia (enskt: "State of California") er ein lutstatur í vestri í Sambandsríkinum Amerika við 38,3 miljónum íbúgvum. Í suðri hevur Kalifornia mark við Meksiko, í norðri við Oregon, í eystri við Nevada og Arizona og í vestri við Kyrrahavið. Í september 1850 bleiv Kalifornia 31. stakríki í USA. Lutstaturin var fyrr partur av Meksiko. Sacramento er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er Los Angeles. Breiðir motorvegir og skjóttgangandi jarnabreytir knýta stóru býirnar saman, risastórar brýr eru lidnar og fleiri eru í gerð. Landskjálvtar eru vanligir har á leið, og ofta hava teir gjørt stóran skaða. Eisini fólkið í stórbýunum San Francisco og Los Angeles livir í vanda fyri landskjálvta. Tilsamans er Kalifornia 423 970 km² stórt, t.d. 1,2 ferðir størri enn Týskland. Landafrøði. a> er bygdur á 43 heyggjum. Í Kyrrahavsstrondini flyta stórbýir sum San Francisco og Eureka út fisk, frukt og við um allan heim. Fyri vestan er eisini Hollywood, háborgin hjá filmídnaðinum, og Silicon Valley í Norðurkalifornia, sum er miðdepil fyri hátøkniligari teldumenning. Inni í statinum er heitt og slætt, har eru ring gróðrarlíkindi. Har býr lítið fólk nú á døgum, hóast kaliforniska upprunafólkið, indiánarnir, dugdu at lívbjarga sær í teimum vánaligu umstøðunum. Tær størstu oyggjarnar eru Santa Cruz Island (254 km2), Santa Rosa Island (209 km2) og Santa Catalina Island (194 km2). Fjallagarðar ganga fram við strondini. Hægsta fjallið er Whitneyfjøll í Tulare County. Whitneyfjøll er góðar 4 421 metrar høgt. Fjøllini eru skógvaksin, og har vaksa nøkur av størstu trøunum í heiminum, 100 m høg kunnu tey vera. Fleiri av hesum furutrøunum eru meira enn 7,5 m í tvørmát, og summi skulu vera eldri enn trý túsund ár. Eystan fyri fjøllini, ið ganga fram við strondini, er ein góður dalur, nevndur Kaliforniadalur. Eystanfyri dalin gongur aftur ein fjallagarður, Sierra Nevada, suður og norður – hetta navnið er spanskt og merkir "kavafjøll". Skógareldar kosta Kalifornia dýrt. Í Kalifornia er tað ikki óvanligt við skógareldum, hesir plaga vanliga at herja á í september-oktober. Torusláttur er orsøkin til mongu skógareldarnar. Lendið er skróturt, og lítið skal til, at tað festir í. Death Valley er heitasta stað í heiminum. Sum eitt portur inn til Mojave-oyðimørkina liggur hin størsta amerikanska tjóðlundin í teimum 48 niðaru statunum, Death Valley National Park ella Tjóðlundin Deyðadalur. Deyðans Dalur er tiltikin fyri sítt oyðilandslag. Dalurin er eystanfyri í Kalifornia. Death Valley sigst vera oydnasta og stundum heitasta stað í verðini. Har trivast tó m.a. ymisk slangusløg og smákykt. Tvær stórar oyðimerkur eyðkenna landslagið í Suðurkalifornia; Mojaveoyðimørk, ið er fram við øllum Nevada-markinum og í Nevada, og Sonoraoyðimørk sunnast í statinum og í Nýmeksiko og Meksiko. Mojave- og Sonoraoyðimørkin eru av turrastu økjum í heiminum. Hitin í skugganum er eini 55 °C, og tá hætta fæstu dýr sær út. Men um sólsetur, tá ið sandurin og luftin kólna, tysja dýrini úr klettarivum og holum. Um náttina legst døgg, og hon er kærkomin væta hjá plantum og dýrum. Tvær aðrar stórar oyðimerkur eru í Eystur- og Suðurkalifornia, Colorado-oyðimørk og Great Basin-oyðimørk. Jarðfrøði. Fólkið í Kalifornia livir í støðugum ótta fyri jarðskjálvta. Økið er beint á markinum ímillum tvær meginlandaplátur. Tá ið hesar plátur renna saman, skelvur jørðin, og tað kann vera atvold til, at hús og vegir verða oyðiløgd, og stórskaði kann standast av tí. Ilt er at boða frá jarðgerð, skuldu tey komið illa fyri av jarðskjálvta. San Andreas-umskaringin sker seg 1207 km ígjøgnum Kalifornia og fer ígjøgnum býirnar San Francisco og Los Angeles. Hundraðtals aðrar smáar rivur elva til, at tað javnan eru veikir skjálvtar í jørðini. Djúpasti dalur í USA er í Kalifornia – Deyðadalur (á enskum: "Death Valley"), 86 m lægri enn sjógvurin. Deyðadalur er eisini heitasta stað á jørðini Indiánar. Chumash piktogramm í Santa Barbara. Chumash tekin verða kallað piktogramm. Nógvar ymiskar indiánaættir vóru í Kalifornia. Helst hava forsøgulig fólk verið í Kalifornia frá um 10 000 f.Kr. Flestu teirra veiddu, veltu og fiskaðu. Kendar ættir eru til dømis mohave, shoshone, comanche, paiute og chumash, sum til dømis búðu á Santa Catalina Island. Tey sigldu í sjógóðum træbátum. Tey vóru tað, vit rópa savnarar og lægri veiðumenn. Tey veiddu tað, ið var fyri av djórum, og tað vóru mest øll smádjór, tey yvirhøvur kundu fáa fatur á. Tey savnaðu so eisini saman tær plantur, ið bar at fáa fatur á. Tey gróvu røtur upp, men nógvastaðni har um vegir er gróðurin so kargur, at sandur og eyrur er millum sjálvt gróðurbeltini, og vanliga vaksa planturnar bara í túgvum. Hetta vísti seg eisini í teirra samfelagsskipan. Hesir indianarar høvdu helst eina fatan av, at teir hoyrdu saman, men teir livdu bara í heilt smáum samfeløgum, sum heild sum stórfamiljur. Og ofta hava hesir indianararnir, eitt nú shoshonarar, ikki verið meira enn einir fimtan í tali í hvør sínum bólki. Tað var neyðugt hjá hesum bólkum, at halda saman, tí tað ber ikki til at hava stóra fólkamiðsavnan, har lítið er at liva av. Spaniólar í Kalifornia høvdu tann politikk mótvegis indianarunum, at katólska kirkjan skuldi fáa indianararnar drignar upp úr heiðinskapinum, tá ið teir, spaniólar, umsíðir komu ásamt um sínámillum, at indianarin hevði sál, so at tað loysti seg at fáa hann umvendan. Ein máti at fáa indianararnar umvendar var at fáa teir at taka við liviháttinum hjá tí hvíta manninum. Tí skipaðu spaniólar fyri missiónum ymsastaðni í statinum. Spaniólar fingu nakrar indianarar at koma til hesar missiónsstøðir. Kirkja varð smíðað, skúli varð latin upp, og tey royndu at dyrka jørðina rundan um missiónina, og her løgdust so hesir indianararnir til. Og haðan kemur eitt hugskot, ið verður rópt missiónsindianararnir. Teir vóru nógvir í tali í Kalifornia. Teir vóru so nær knýttir at missiónini, at teir mistu sum frá leið sín gamla livihátt og vistu púrt einki um, hvussu teir skuldu búleikast í hesum samfelagnum. Gullfepur. a>. Fólk úr øllum heiminum búsettu seg har, og havnabýurin á vesturstrondini fekk alheimsligan dám. Gullgravari í Kalifornia í 1850. Ein stýrisskipan varð gjørd, og Kalifornia varð tikið upp í USA sum statur í 1850. Tann víðagitna søgan um gullfepurin byrjaði í 1848. Fáar dagar fyri at Guadalupe Hidalgo-sáttmálin, sum fekk frið í lag ímillum Meksiko og USA, skuldi verða undirskrivaður, varð gull funnið í Coloma í meksikanska landslutinum Kalifornia. Gullfepurin (1848-1855) byrjaði tann 24. januar 1848, tá ið James William Marshall fann gull við Sutter's Mill í Coloma. Landsluturin hoyrdi enn til Meksiko, men amerikanskar flotadeildir og herdeildir høvdu hersett hann í krígnum og høvdu sett á stovn hernaðarstýri. Mánadagin tann 24. januar 1848 funnu tveir gullgravarar ein tugan gullstein í jørðini á einum oydnum lendi í Sacramentodalinum í Norðurkalifornia. Annar teirra skrivaði um hetta í síni dagbók. Sunnudagin skrivaði hann aftur í dagbókina, at nú høvdu teir kannað steinin gjølligari, og teir vóru vísir í, at tað var gull. Hann leggur so glaður afturat: "Vit hava í farnu viku grivið gull fyri meira enn 100 dollarar". Tíðindi, um at gull var funnið í Kalifornia, fóru sum eldur um alt USA og haðani um heimin. Í 1849 tustu túsundtals gullgravarar hagar. Tíðindini um, at James W. Marshall hevði funnið gull, fingu eini 300.000 fólk at fara til Kalifornia úr øllum USA og úr útlondum. Av teimum 300.000 kom uml. annað hvørt sjóvegis, og hini komu til gongu. Gullgravarar og aðrir eydnusmiðir tustu nú teir næstu mánaðirnar í stórum tali til Kalifornia, so at hetta áður fámenta landið brádliga uddi av fólki. Tá ið gullið varð funnið, búðu uml. 2000 fólk í Kalifornia, men áðrenn eitt ár var liðið, hevði gullfepurin drigið 92.000 fólk at seta búgv har. Yvirhøvur vóru tey nýkomnu fólkini amerikanarar, men annars dró gullfepurin fólk í tíggjutúsundatali til sín úr Evropa, Kina, Latínamerika og Avstralia. Hesi gróvu eftir gulli, eins og vóru tey heilt frá sær sjálvum. Nógv gull varð funnið, og nøkur fá, ið høvdu eydnuna við sær, gjørdust rík eftir stuttari tíð. Sacramentodalurin var í nøkur ár (1848-1855) satt paradís hjá gullgravarunum. Allastaðni varð grivið og høgt, og fleiri ferðir vóru stórir klumpar funnir. Í fyrstani vunnu gullgravararnir tað gylta metalið úr áum við einføldum amboðum sum t.d. pannum. Meiri framkomnir mátar at vinna út gull tóku seg upp og vórðu seinni brúktir um alla verðina. Tá ið tann tøkniligi framburðurin var komin upp á tað stig, at hann fór at kosta rættiliga nógv, vórðu fleiri námsfeløg stovnað, og talið á einstaklingum minkaði. Teir vunnu út gull fyri fleiri milliardir dollarar, mett í nútíðar prísum, og tað bar í sær ómetaligt ríkidømi. Árinið av gullfepurin var øgiligt. San Francisco vaks m.a. frá lítlari búsetning til ein stórbý, og kirkjur, vegir, skúlar og býir vórðu bygd um alt Kalifornia. Nýggj flutningskervi vórðu gjørd, tá ið dampskip fóru at sigla í fastari leið, og jarnbreytir vórðu lagdar. Jarðarbrúkið og neytahaldið vuksu í øllum statinum til tess at nøkta tørvin hjá teimum mongu nýkomnu. Í byrjanini av gullfepurtíðini var eingin lóggáva um ognarrætt á gulløkjunum, og ein skipan varð gjørd til at fáa skil á ognarviðurskiftunum. Men livilíkindini hjá teimum mongu niðursetufólkunum, sum ikki gjørdust rík, vórðu skjótt út av lagi vánalig. Gullfepurin hevði eisini vanlukkuligar avleiðingar við sær. Eingi hús vóru at búgva í. Ongar krambúðir vóru, sum matur og annað kundi fáast úr, og ikki vardi leingi, fyrr enn lógloysi valdaði við teirri avleiðing, at byrsan avgjørdi hvørja trætu og hvørt stríð. Tá ið gullfepurin hæsaður av, vóru nógv, sum fóru at leita eftir gulli aðrastaðni. Tó høvdu tey flestu sæð, at Kalifornia var eitt fruktagott land við avbera góðum veðurlagi, og tað vóru tí ikki so fáir gravarar, sum eydnan hevði verið kørg við, ið nú gjørdust dugandi og ágrýtnir landbúnaðarmenn. Indianararnir vórðu álopnir og riknir úr sínum búplássum og bygdum, og gullgrevsturin meinskaði náttúruna illa. Samfelagið, ið var har frammanundan, varð fullkomuliga kollrent. Missiónsstøðirnar vórðu meira ella minni kollrendar, tí hetta var tað, vit plagdu at rópa eitt klondyke-samfelag, eitt útjaðaraøki. Indianararnir í Kalifornia dugdu stutt ikki longur at liva upp á tann mátan, sum teir høvdu frammanundan. Harumframt komu evropearar aftur nú, sum so mangan fyrr, við øllum møguligum ringum sjúkum, sum beindu fyri nógvum indianarum. Innliman. Heilt síðani 1776, tá ið USA var vorðið eitt sjálvstøðugt ríki, høvdu amerikanskir eydusmiðir leitað vestureftir inn millum fløturnar og fjøllini. Teir høvdu har skipað ein stat fyri og annan eftir, sum síðani vóru innlimaðir í samveldið. Í fyrstuni vóru tað 13 statir, sum høvdu viðtikið Frælsisyvirlýsingina, men í 1849 var USA vaksið til 31 statir. Til tess at hjálpa teimum nógvu niðursetufólkunum varð ein maður eftir boðum frá stjórnini í Washington DC sendur til Kalifornia at stíla fyri skipanini av einum nýggjum stati, ið kundi verða innlimaður í Sambandsríkið Amerika. Hetta var í 1849. Fyri at sleppa upp í samveldið skuldi ein grundlóg gerast fyri Kalifornia, ið kundi góðkennast av Washington DC. Umboðsmaðurin hjá stjórnini hjálpti niðursetufólkunum at evna eitt lógaruppskot - men stutt vardi, so stakk eitt vandamál seg upp, ið ikki var so lætt at loysa, skuldi nýggi staturin loyva trælahaldi ella skuldi slíkt bannast. Í Kalifornia var tað ymiskt, sum teir hildu um trælahald. Nógvir gullgravarar vóru komnir úr Suðurstatunum og kundu væl hugsað sær at fara undir at dyrka bummull, og tí vildu teir hava loyvi til at halda trælir. Hendingarnar skaptu stóra øsing í Suðurstatunum. Fólk vóru ill um at hava mist rættindini til ein stat, sum kundi gjørst ein frálíkur trælastatur, og varð alment hótt við at siga limaskapin í Sambandsríkinum Amerika upp. Í 1850 eydaðist tað tó stjórnini í Washington DC at smíða eina lóg, sum minkaði um ónøgdina eina tíð – Í Kalifornia skuldi ikki vera trælahald. Niðursetufólkini, sum vildu hava frælsi og sjálvstýri, kravdu at fáa fólkastýri. Ein stýrisskipanarlóg varð gjørd og løgd fyri kongressina í USA. Hon góðkendi stýrisskipanarlógina, og Kalifornia gjørdist 31. lutstaturin í USA tann 9. september 1850. Floymurin av gullkubbum úr Kalifornia helt fram í mong ár. Fólkið. Upprunafólkið er indiánar. Í Kalifornia vóru nógv fólkasløg í síni tíð. Í Kalifornia eru ógvuliga fáir eftir av teimum upprunaligu indianarunum. Spaniólar vóru fyrstir úr Evropa, sum búsettust í Kalifornia. Kyrrahavsstrondin var ikki so væl atkomilig sum hin, og tí kom at vera longri tíð, áðrenn nakað munandi av fólki settist niður har. So seint sum í 1848 var heilt lítið av fólki í Kalifornia, men so frættist, at gull var funnið í landinum, og fólk tustu til úr øllum ættum - tað mesta kom eftir sjónum, tí í teirri tíðini gingu hvørki jarnbreytir ella vegir eystanífrá til vesturstrondina í USA. Summi funnu gull og gjørdust rík eftir stuttari tíð, men tey flestu funnu einki. Tey vórðu kortini verandi, tí tey sóu, at landið var liviligt, veðurlagið heitt, jørðin góð, og nógvur fiskur úti fyri strondini. Meginparturin av fólkinum er protestantar, og eini 31 % eru katolikkar. At standa á brimfjøl er væl dámd kalifornisk ítrótt. Í nógvum býum eru javnan kappingar. Hjá nógvum ungdómi fer øll frítíðin at standa á brimfjøl. Heita veðurlagið og mongu sólardagarnir gera, at nógvir kalifornar eru stóran part av frítíðini við strondina. Í januar 2014 búðu 38 340 000 fólk í Kalifornia. Í amerikanska flagginum eru 50 stjørnur, ein fyri hvønn lutstat í USA. Vóru stjørnurnar eftir fólkatalinum, hevði stjørnan hjá Wyoming verið tann minsta og stjørnan hjá Kalifornia, sum er fjølmentasti lutstaturin, hevði verið einar 60 ferðir størri. Kalifornia er fjølmentað samfelag. Fólkið í Kalifornia er ættað úr mongum londum - har eru afroamerikanar (6,7 %), latínamerikanar (36,6 %), indiánar (1,2 %), ásiatar (12,5 %) og evropear (42,3 %). Almenna málið í statinum er enskt. Eisini eru stórir spanskttalandi minnilutar í Suðurkalifornia; størsta minnilutamálið í Kalifornia er spanskt. Í Los Angeles tosa meiri enn 46 prosent av fólkinum spanskt. Tann spanskttalandi parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í fólkatali og búskapi. Meksikanskur matur og tónleikur er væl dámdur. Næstan helvtin (44,9 % í 2010) av fókinum í Suðurkalifornia er ættað úr Meksiko. Tey flestu hava amerikanskan ríkisborgararætt. Nógvir meksikanarar royna at sleppa tvørtur um markið at leita eftir arbeiði í Kalifornia. Sterkt vaktarhald er á markinum millum Meksiko og USA. Búskapur. Vindmylnur í Kalifornia vera meira og meira nýttar sum orkukelda. Í 1848 varð gull funnið í Kalifornia, og skjótt tusti fólk hagar úr øllum ættum at vinna sær ríkidømi. Tá ið gull varð funnið tætt við sagvirkið hjá sveisiska niðursetumanninum John Sutter í 1848, tustu gullgravarar hagar. Teir skolaðu áareyrin og vónaðu at gull var í honum. Summir vórðu hepnir, aðrir ikki. Sutter fór á heysin av øllum virkseminum, sum var á ognum hansara, og rýmdi til Pennsylvania í 1873. Nú búgva næstan 39 mió. fólk í Kalifornia, sum er fjølbygdasti lutstaturin í Amerika. Ferðavinnan er týdningarmikil, og har er nógvur hátøkniídnaður. Silicon Valley er heimsins miðdepil í teldutøkni. Í Kalifornia er eisini heitt og góður sólargangur, og har veksur nógv frukt. Av tí at luftin í Kalifornia er so turr, og sólin sær at kalla hvønn dag, ber sera væl til at taka filmar upp har. Hetta gera teir í tí viðgitna filmbýnum Hollywood í Los Angeles; haðani verða filmar sendir um allan heim. Í Kalifornia er landbúnaður stór vinnugrein. Góð mold, nógv sól og ríviligt av vatni, veitt úr áunum, ið renna úr Sierra Nevada-fjøllum, gera, at Kalifornia er fremsta landbúnaðarríki í USA. Her verða dyrkað fleiri enn 40 % av allari frukt og øllum grønmeti, ið verða etin í USA, m.a. ferskur, appilsinir, jarðber, artiskokk og rósukál. Her dyrka tey eisini víndrúur, sitrónir og aðrar fruktir, umframt korn. Fyritreytin fyri landbúnaðinum er ein vatningarskipan, tí veðurlagið er so turt. Kalifornia er tann lutstaturin í USA, sum brúkar mest vatn eftir fólkatalinum; meira enn 78 % av vatninum verður brúkt til jarðarbrúk, og bara 22 % verða brúkt í húsar­ haldinum. Kalifornia er gitið fyri sítt góða vín. Napadalur norðan fyri San Francisco er gitið vínlendi. Meksikanarar fara ofta ólógliga norður um markið til Kalifornia at arbeiða í fruktlundunum. Ferðavinna. Ferðavinnan hevur búskaparligan týdning. Seinastu árini hevur Kalifornia ment seg nógv sum ferðavinnustatur. Gongst ferðavinnuni væl, og tað eydnast at fáa fleiri ferðafólk til Kalifornia, og eydnast tað samstundis at fáa hesi at leggja meiri pening eftir seg í lutstatinum, gevur tað nógvar ágóðar – fyrst og fremst beinleiðis inntøkur, men eisini fleiri arbeiðspláss, og tey ferðandi skapa soleiðis grundarlag fyri eini meiri fjølbroyttari matstovuvinnu og upplivingarbúskap yvirhøvur. 900 000 arbeiða í ferðavinnuni í Kalifornia, tað er meiri enn nakra aðrastaðni í USA. Nógv fólk liva av ferðavinnu, tí í Kalifornia eru stórar og góðar strendur, sum draga ferðafólk til stakríkið. Mest er tað heita veðrið, strendurnar og víkirnar, sum draga fólk higar. Flestu ferðafólk, ið koma til Kalifornia, eru amerikanar. 13,4 milliónir útlendsk ferðafólk koma eisini til Kalifornia á hvørjum ári at njóta góða veðrið. Streymurin av ferðafólki er støðugur alt árið – serliga frá apríl og til august. Her eru eisini 90 000 útlendsk universitetslesandi frá øllum heiminum. Hesi síggjast aftur í býarlívinum, á strondini og á barrum og teim mongu diskotekunum í náttarlívinum. Flestu ferðafólk koma úr grannastatunum í USA. Um allan heim verður flogferðsla alsamt meira liberaliserað, og tað merkir príslækkingar innan økið. Bíligir flogferðaseðlar hava gjørt, at nógvir amerikanar fara til Kalifornia at ferðast. Lýtt veður og vøkur, stórfingin náttúra gera, at fólk eru nógv úti, og at nógv frítíðarvirksemi eisini er uttandura í Kalifornia. Ferðavinnan gevur eitt munagott íkast til kaliforniska búskapin. Inntøkurnar frá fólki búsitandi uttanlands, sum ferðast til Kalifornia, tátta í $ 95,1 milliardir í 2010. Øll eru eisini samd um, at tað ber væl til at vaksa munandi um hesar inntøkur við at vaksa um ferðavinnubúskapin. Í 2010 hava verið yvir 20 milliónir vitjandi. Nógv tey flestu eru úr USA, meðan restin av top-listanum er Meksiko, Kanada, Japan, Bretland, Suðurkorea og Týskland. Áhugavert at vitja: Hollywood (t. d. "Walk of Fame"), Beverly Hills, Santa Monica Beach, Catalinaoy, Golden Gate Bridge, Disneyland, Sierra Nevada, Yosemite National Park, Big Sur, Alcatrazoy, San Diego Zoo, Tahoevatn. Landbúnaður. Í Kalifornia er meginparturin av landinum oyðimørk, men nú eru stórir akrar har, og tað ber einans til við vatningarskipanum. Við vatningarskipanum ber til at velta øki, sum annars høvdu verið alt ov turr. Tá kann ymisk grøði vaksa, sum als ikki trívist í turrum veðurlagi. Í Kalifornia driva teir ógvuliga nógv upp á at dyrka frukt. Sólargangurin er góður og moldin við, so trøini trivast av tí besta. Men summarið er so turt, at vatn má veitast til trøini, og longu spaniólarnir, sum høvdu havt frukttrø við sær úr Spania, byrgdu hyljar og veittu vatn oman á bøin. Nú eru stórar byrgingar gjørdar uppi í fjøllunum, og alt vatnið í áunum verður brúkt til at veita til akrarnar og urtagarðarnar. Vatnið fer í langar gryvjur ella rør, og bøndurnir ella urtagarðsmenninir kunnu so keypa tað frá teimum feløgunum, sum hava lagt rørini og grivið gryvjurnar. Týdningarmestu fruktirnar í subtropiska økinum í Kalifornia eru sitrusfruktirnar, serliga greypfrukt, sitrónir og appilsinir. Hesar fruktir hava allar sama vokskenda skalið, sevjumikið fruktkjøt og súrligan smakk, og tær hava í sær nógvar C-vitaminir. Upprunaliga vuksu sitrusfruktirnar í monsunøkjum í Ásia, men nú verða tær serliga dyrkaðar í subtropiska vetraregnøkinum í Suðurkalifornia og fáa vatn veitt til um summarið. Ein onnur týdningarmikil frukt í Kalifornia er olivin. Eisini avokado og ber er eyðkend frukt í Kalifornia. Uml. 80 % av vínberjunum verða nýtt at gera vín burturúr. Hini 20 % verða annaðhvørt etin, sum tey eru, ella turkað til korennur ella rosinur. Politikkur. Jerry Brown (f. 7. apríl 1938 í San Francisco) er guvernørur. Hann umboðar Demokratarnar. 13,7 prosent av fólkinum livir í fátækradømi (2012). 10,2 prosent av fólkinum er arbeiðsleys og miðallívsævin í lutstatinum er 80,2. Statirnir Iowa, Vermont og New Hampshire góðkentu í 2009 samkynd hjúnarbond, meðan Kalifornia atkvøddi ímoti teimum. Í 2013 avgjørdi hægsti dómstólurin í USA tó, at hetta lógaruppskotið var í stríð við amerikansku grundlógina. Kalifornia fær tí kynsleyst hjúnalag í juni 2013. Jerry Brown, guvernørurin í California, samtykti 18. okt. 2017 eina lóg, ið gevur fólki møguleikan fyri at flokkast undir einum triðja kyni, á samleikakortum so sum føðibrævi teirra ella á koyrikortinum. Hendan lógin gevur sostatt fólki, ið ikki kenna seg sum beinleiðis kallkyn ella kvennkyn, møguleikan at flokka seg undir heitið “non-binary". California er fyrsti staturin í USA at samtykkja eina slíka lóg. Hillary Clinton (D) vann forsetavalið 2016 í California og fekk 61,7% prosent av atkvøðunum í California. Hetta er næsthægsta talið í USA. Donald Trump (R) fekk 31,6 prosent. Marijuana er lógligt í Kalifornia um tú einans hevur læknaváttan. California avgjørdi í 2017, at gera tað lógligt frá januar 2018 ("Adult Use of Marijuana Act"). Umhvørvispolitikkur. Í Kalifornia, har flestir bilar eru í USA í mun til støddina á statinum, eru strangar reglur settar í verk, sum skulu gera, at akførini verða betri fyri umhvørvið. Umhvørvisfelagsskapir sum Greenpeace, hava fingið stóra undirtøku ímillum manna og hava gjørt umhvørvismál til stórtíðindi. Í 2004 viðtók staturin Kalifornia, at bensinnýtslan skuldi verða minkað heili 30 % í 2016. Vindmylnur í Kalifornia vera m.a. meira og meira nýttar sum orkukelda. Ongantíð áður hava amerikanarar bygt so nógvar vindmyllur sum í 2014. Tað er serstakliga í statunum Kalifornia og Texas, at ein støðugt størri partur av elveitingini kemur frá vindorku. Tað er áhugafelagsskapurin fyri vindorku í USA, American Wind Energy Association, sum á síni heimasíðu sigur frá, at USA í 2013 fór undir uppsetan av vindmyllum og vindmylnulundum við eini samlaðum mátti uppá 12 000 megawatt (MW). Bloomberg skrivar, at tey 12 000 MW eru 11 ferðir meira enn tann máttur, sum varð tikin í brúk í 2012. Tað var einans 1084 MW. Sólorka hevur fingið misjavna móttøku kring heimin, men í USA tykist eisini hon at vinda nógv uppá seg. Staturin Kalifornia gongur á odda, har meira enn ein hálv million húsarhald verða rikin við streymi frá sólorku. Stóra loysunarorðið í sambandi við sólorku í Kalifornia er "leasing". Júst leasing, sum er eitt slag av leigu, er ein av orsøkunum til vøksturin í brúkinum av sólpanelum stendur í frágreiðing frá stovninum Climate Policy Initiative. Tríggir av fýra privatkundum í Kalifornia velja at leiga sólpanel heldur enn at keypa tey. Mark Jacobson, umhvørvisprofessari frá Stanford Universitetinum sigur, at leasing hevur gjørt sólorku tilgongiliga fyri fleiri fólk. Fyri fólk við avmarkaðari inntøku er tað ein av gongdu leiðunum. Fyritøkur sum Solar City, Sunrun, SunEdison og Sungevity hava allar bústað í heimsins miðdepli fyri elektronik og tøkni, Silicon Valley í Norðurkalifornia. Hesar bjóða fólki at leiga sólpanel í 20 ár. Vatntrot. Tað er ikki lætt at útvega nóg mikið av vatni til býirnar, ið vaksa so skjótt. Serliga í teimum sólríku og turru økjunum í Suðurkalifornia er tað ein trupulleiki. Tey fáa vatn úr áunum, men vatn haðan verður eisini nýtt í vatningar skipanum í landbúnaðinum. T.d. verður so nógv vatn tikið úr tí stóru Colorado River, at lítið er eftir í ánni, tá ið hon kemur út á sjógv. Í undirgrundini eru alstórar goymslur av vatni, sum vórðu til undir seinastu ístíð, fyri 10 000 árum síðan. Men tær goymslurnar minka í stórum, og tað verður alsamt dýrari at pumpa vatnið upp. Deyðarevsing. Í Kalifornia er deyðarevsing. Umleið 725 deyðadømdir fangar eru í fongslum í Kalifornia, men eingin fangi er avrættaður síðani 2006. Í 2012 verður fólkaatkvøða í Kalifornia um at seta deyðarevsing úr gildi, men sambært meiningakanningunum er ein meiriluti fyri at varðveita hana. Myndugleikarnir siga, at 6 460 264 fólk atkvøddu 6. nov. 2012 fyri at varðveita deyðarevsing. Sostatt tóku 52 % undir við verandi støðu. Djóralívið. "Channel Island fox" (frøðiheiti "Urocyon littoralis") eru á 6 av 8 kaliforniskum oyggjum. Djóralívið í Kalifornia er ógvuliga ríkt og fjølbroytt. Í Suðurkalifornia eru nógv eiturdjór, til dømis slangur, oydlur og sporðdrekar. Amerikanska puman trívist í tjúkkum skógi í Norðurkalifornia eins væl og í hálvgum oyðimørk í Suðurkalifornia. Kalldjórið kann vera 1,8 m langt og viga eini 100 kg. Helst um náttina reikar puman um á veiðiferð. Djórini, hon tekur, eru ymisk til støddar, eitt nú hara, rotta og hjørtur. Fyrr jagstraðu og skutu teir pumuna, tí hon av og á tók djór frá bondunum. Amerikanski preriuúlvurin er vanligari at síggja; preriuúlvurin er í ætt við sjakal, úlv og taman hund. Svartabjørn heldur eisini til í skógum og friðaðum økjum í Kalifornia; í 2014 vóru 25-35 000 bjarnir í Kalifornia. Kolibriin heldur til um alt Kalifornia. Fuglurin vendir veingjunum, tá ið hann slær teir uppeftir, so luftin strýkur niðurvið, og upptrýstið verður støðugt. Velið er úttambað at bøta um javnvágina, tá ið kolibrin hongur á surruflogi. Meðan tær súgva hunang, flagsa tær á surruflogi beint uppeftir ella niðureftir, eisini aftureftir sum tyrlur. Á surruflogi láta veingirnir millum 20 og 50 ferðir um sekundið. Kaliforniska sjóleyvan er tað kópaslagið, ið mest verður vant til framsýningar; tær halda til í túsundatali við kalifornisku strendurnar. Tær taka serliga høgguslokk, fisk og onnur sjódýr. Fuglakvæðið eldra. Fuglakvæðið eldra 1. Krákukorn og henna fuglyppa tey sín sjong,helst um veturins tíma,tá náttin gerst so long.Úlvurin liggur og bylgist á.refr.Skulu (o)man dalin ríða,drivur døgg um fríðan dal,undir lindini sattann jomfrúin blíða,Skulu (o)man dalin ríða.2.Úlvurin liggur og bylgist á,klerkar halda lest,hvør tann mann, til offurs gár,vildi vera vár gest.Hvør tann mann, til offurs gár.3.Hvør tann mann, til offurs gár,sær á skjøldri fríða,Heykur flýgur í holtriðog stingur Stara niður. Stari, Stari steikarhús.4.Stari, Stari steikarhús,reiðir sínum harra mat,Vípan vappar út og inn,hon goymir fullvæl at.Hegri stendur í kjallara.5.Hegri stendur í kjallara,blandar mjøð og vín,stoytir út skakker,ber inn fyri harra sín.Ont og Álka á gólvi stá.6.Ont og Álka á gólvi stá,reiða mat á disk.Skaddan flýgur út í hav,hon veiðir feskan fisk.Dúgva situr á miðjum bekki.7.Dúgva situr á miðjum bekki,fáum fuglum lík,kemur so Uglan uttanavog onnur javnlík.Svaraði Uglu Uglubóndi.8.Svaraði Uglu Uglubóndi:"Vit fara til hallar heim."Tá kom Krákan hoppandi, hon ger so mikið mein.Tá kom Krákan hoppandi.9.Tá kom Krákan hoppandivið síni svørtu hettu:"Sitið nú allir fróir í sæti,eru tær nakað mettir."Svaraði Gorpur gamal bóndi.10.Svaraði Gorpur gamal bóndi,brattur á beinki sat:"Lítið havi eg drekka fingið,hálvum minni mat."Svaraði Revur uttar í vrá.11.Svaraði Revur uttar í vráav øllum sínum list:"Hava tær nakað matartrot,so spreingið gásadyst."Revur spreingir Gásina.12.Revur spreingir Gásina,so Gásin kvaklast við:"Hevði tað verið um jóltíð,tú skuldi farið í sti."Títlingur kom frá veiði heim.13.Títlingur kom frá veiði heim,við sínum lágu beinum:"Ikki skulu tit borðreiða,fyrr enn Ørnin kemur heim."Stelkur titar titt um tún.14.Stelkur titar títt um tún,biður nú fara at reiða,tá kom Lundi lappandivið sínum nevi breiða.Tá kom Jói, fríði fuglur.15.Tá kom Jói, fríði fuglur, fleyg so høgt í ský,Óðinshani og Rókurin svarti reika runt um bý.Tjaldur og Skrápur fylgdust at.16.Tjaldur og Skrápur fylgdust at,tóku so hart at gella.Gorfuglurin bringuhvítur,honum man einki bella.Nú kemur Kjógvi og Spógvi heim.17.Nú kemur Kjógvi og Spógvi heim,taka hart at skýra,og hon Súlan vongsvartavið sínum nevi dýra.Hani og høna sita sær.18.Hani og høna sita sær,hans sýn kápan reyð,'kemur so Skrukkan skríðandi,dregur á hvønsmans deyð.Og so mangar Myrrusnípur.19.Og so mangar Myrrusnípur,nevið hava langt,Fjallmurra og Grælingurfalla so væl í tang.Jarðakona rennur á.20.Jarðakona rennur áheim í fuglahøll.Kemur so Skarvur skoppuvisin,rymur og rópar í høll.Ryta rópar á Ternu trá.21.Ryta rópar á Ternu trá:"Førum til okkara song."Kemur so Skrápur og Líri útvið sín mjáa vong.Tá kom Lómur og Langvigi.22.Tá kom Lómur og Langvigi,stika á breiðu kníggja.Drunnhvíti so veiðu sælur,áðrenn dagur glíggjar.Hiplingur gongur for borði blíður.23.Hiplingur gongur for borði blíður,sær á sínar sveinar.Tá kom Skarvur og Æða,borðini vóru rein.Fuglur frægur fylgdi teim.24.Fuglur frægur fylgdi teimvið sítt brandgult nev,Steinstólpa og Hvørvkvikkjaog Músabróðir með.Nú havi eg kvøðið um hvørt eitt djór.25.Nú havi eg kvøðið um hvørt eitt djór,ið har var samlað inni,Bakur og Beinsi á gólvi stóðu,drukku Mortans minni.Har vóru inni Svalur og Már.26.Har vóru inni Svalur og Márat dansa og at leika,hvør, ið henda leikin sær,hann gerst um kinnir bleikur.Eg gekk heim frá øllum teim.27.Eg gekk heim frá øllum teim,seingin var mær reidd,míni tárini runnu,fell mær mangt til mein.Mín bróðir og mín bróðurkona.28.Mín bróðir og mín bróðurkonaleika við Hjørt og Hind,Hjørturin fleyt í blóði,sigist nú skemtan til.Havið nú tøkk, sum lýtt hava á. Berlinmúrurin. Í 1961 bygdu eysturtýskarar høgan múr úr betongi og pikatráði ígjøgnum Berlin. Berlinmúrurin nevnist múrur, sum Eysturtýskland læt byggja uttan um Vesturberlin fyri at forða fólki at flýggja úr Eysturtýsklandi. Byrjað varð at gera múrin 13. august 1961, og múrurin fall 9. november 1989. Berlinmúrurin gekk eftir markinum millum Vesturtýskland og Eysturtýskland, og ætlanin var, at hann skuldi forða eysturtýskarum at flýggja vesturum, har livikorini vóru nógv betri, og har eisini meiri arbeiði var at fáa. Kim Il Sung. Kim Il Sung (김 일성, 15. apríl 1912 – 8. juli 1994) var leiðari í Norðurkorea, føddur í 1912 og deyður 1994. Kallaður "Tann stóri leiðarin". Floksmenninir. Floksmenninir itu Høgni Nev, Rógvi Skel, Hálvdan Úlvsson og Sjúrður við Kellingará (ella Gellingará). Teir búðu í Hattarvík og ætlaðu við harðari framferð at leggja allar Føroyar undir seg. At enda vórðu teir tiknir og dømdir at verða stoyttir oman av Valaknúkum. Vitamin. Neyvan hevur nakar kunnleiki um kost hugtikið menniskjað so nógv sum kunnleikin um vitaminir. Tá fyrstu vitaminirnar vórðu uppdagaðar fyrst í undanfarnu øld, skakaði hetta vitan okkara um sunnan kost. Í lívevnafrøðini eru vitaminir lívrunnin evnir, sum eru neyðug fyri at menniskju og nøkur djór kunnu trívast best møguligt. Um ein ikki fær tær vitaminirnar, sum ein hevur tørv á, er vandi fyri eyðkendum trotsjúkum. Eisini eru vitaminir neyðugar fyri stoffskiftið, og mugu tær inntakast dagliga, av tí at kroppurin ikki sjálvur kann framleiða hesi evni í nóg stórum mongdum. Síðan fyrstu vitaminirnar vóru funnar, er, um allan heim, granskað innan økið. Vegna hesari gransking hava vit nú tilráðingar fyri næstan allar vitaminir. Nordic Nutrition Recommendations 2004 inniheldur tilráðingar fyri allar vitaminir fyriuttan vitamin K og pantotensýru. Síðani 1948, tá vitaminin B12 varð isolerað og identifiserað, hava vit ikki funnið fram til fleiri vitaminir. Fleiri uppskot hava verið frammi, t.d. um vitaminina Q10. Tó er tað enn ikki evnafrøðiliga prógvað, at hetta evnið kann definerast sum ein vitamin. Søgulig menning. Søguliga bakgrundin fyri hvussu vit komu fram til vitaminirnar er ein spennandi siðsøga. Hugtakið vitaminir kom fram í 1920'unum, men tær fyrstu uppdagingarnar eiga sær stað mitt í 1700-talinum. Læknar og aðrir granskarir royndu tá, at fyribyrgja tvær vælkendar og ræðandi sjúkur "beriberi" og "skyrbjóg," og komu soleiðis fram til tær fyrstu vitamin uppdagingarnar. Tað var serliga umborð á seglskipaflotum, at nógvir sjómenn doyðu av hesum sjúkum. Granskarir gjørdu tí royndir umborð á skipum, har teir broyttu uppá kostin hjá sjómonnunum. Vit vita um enskar og japanskar herflotar sum, vegna broytingar í kostinum, sluppu undan hesum sjúkum. Í 1890 fann hollendski læknin Ejkman fram til, at polyneuritis hjá fuglum (fugla beri-beri) kundi fyribyrgjast við at geva teimum rísklit gjøgnum matin. Ejkman arbeiddi í einum fongsli í Java, har beri-beri var vanligt millum fangarnar. Hann gjørdi eina roynd, har hann gav fangunum rísklit gjøgnum matin, sum síðani vísti seg at vera lekjandi. Sjálvur visti Ejkman ikki hví, at rísklitið var lekjandi. 10 ár seinni fann starvsfelagi hansara Grijns fram til eina teori, um at rísklit má innihalda eitt evni, sum er neyðugt fyri at kroppurin skal trívast. Í 1910 varð funnið fram til hetta evnið, og árið eftir isoleraði tann polski lívevnafrøðingurin Funk hetta lekjandi evnið frá rísklitinum. Tó var tað ikki fyrr enn í 1926, at Jansen og Donath frá Hollandi kláraðu at framleiða evnið í nóg stórum mongdum, so at tað gav úrslit á menniskjum. Í 1936 varð hetta evnið, thiamin, framleitt syntetiskt og formulin fastlagdur. Almen vitan um vitaminir. Vitaminir kunnu býtast upp í 2 bólkar: Feittloysiligar vitaminir og vatnloysiligar vitaminir (sí skemaði omanfyri). Hvussu vitaminirnar eru uppbygdar evnafrøðiliga er avgerandi fyri at skilja hvussu tær virka, eitt nú í tarmunum. Tær feittloysiligu vitaminirnar verða upptiknar saman við feittinum í tarmunum, meðan tær vatnloysiligu vitaminirnar vanliga hava lættari við at verða upptiknar. Tó, í summum førum verða tær upptiknar á serstakan hátt. Vitaminirnar ferðast í blóðinum annaðhvørt einsamallar ella samanbundnar til protein ella protein líknandi evnir. Tær feittloysiligu vitaminirnar kunnu goymast í kroppinum í størri mongdum, meðan tær vatnloysiligu hava minni goymslupláss í kroppinum. Hvør vitamin hevur sínar serstøku eginleikar. Tær verða upptiknar í kroppinum á ymiskan hátt og summar kunnu vera eitrandi í ov stórum mongdum. Honolulu. Honolulu er høvuðsstaður á Hawaii. Honolulu liggur á oynni O'ahu. Honolulu, ið liggur í sunnara partinum av O'ahu, er eitt av best umtóktu ferðamálunum í Hawai'i. Í økinum eru langar sandstrendur, reint baðivatn og eitt mílt veðurlag. Niðri við havnina Waikiki er ein ørgrynna av diskotekum, barrum, matstovum og kaféum. Juche. Juche er ein politisk hugsjón og heimspeki útvikla av Kim il Sung, sum eftir norðurkoreanskari meting er marxisman nýtt til norðurkoreansk viðurskifti. Juche er ein menniskjasentrera heimspeki, sum sigur at menniskja er harri yvir sínum lívi. Juche stendur í politikki fyri at stóla uppá sína megið sum tjóð og stendur fyri skapa sjálvforsýnandi ætlanarbúskap, uttanveltaðan uttanríkispolitik til dømis í mun til hernaðarsamgongur sum NATO og Warszawasamgongan og at hava ein herð sum er nóg sterkur at verja tjóðina. Juche er ein tættur í grundarlagnum fyri at fasthalda Norðurkorea isolera frá umheiminum. Eftir deyða Kim il Sungs bleiv álmanakkin broyttur, soleiðis at tíðarrokningin í Norðurkorea byrjar í 1912 og ári kallast Juche. Í Norðurkorea eitur 2007, Juche 97. Hans-Georg Gadamer. Hans Georg Gadamer (11. februar 1900 - 13. mars 2002) var týskur heimspekingur og var næmingur hjá Martin Heidegger. hann doyði í Heidelberg, og bleiv 102 ár. í 1947 flutti hann til Frankfurt, og í 1949 flutti hann til Heidelberg har var bleiv. Martin Heidegger. Grøvin hjá Heidegger og konu hansara í Messkirch Martin Heidegger (føddur 26. september 1889, deyður 26. mai 1976) var ein av størstu týsku heimspekingunum í 20. øld. Kendasta verk hansara er "Sein und Zeit", sum kom út á týskum í 1927 og á donskum í 2007 við heitinum "Væren og tid". Hann er av katólskari familju, varð føddur í Meßkirch. Foreldur hansara vóru ikki múgvandi og høvdu ikki ráð at senda hann á lærdan háskúla, hann kom tí í staðin at ganga á Jesuitarordanin. Tað vísti seg tó skjótt, at hann hevði sera góð evnir, og slapp hann so at lesa á lærdum háskúla, fyrst las hann gudfrøði í Freiburg, síðan skifti hann til filosofi og tók ph.d. í 1914. Eftir at hava tænt í 1. heimskríggi, var hann hjálparfólk á lærda háskúlanum hjá Edmund Husserl, sum sigst vera faðir at "fenomonologi'ini", tað kom at hava stóra ávirkan á hansara hugsunarhátt seinni. Heidegger fekk í 1923 eitt professorat við tað protestantiska universitetið í Marburg, har hann arbeiddi lið um lið við fólkum sum Rudolf Bultmann og m.a. undirvísti hann Hans-Georg Gadamer og Hannah Arendt. Í 1933 gjørdist Heidegger limur í NSDAP (stytting fyri Nationalsozialistische Deutsche Arbeiterpartei (Nationalsosialistiski Týski Arbeiðaraflokkurin). Søren Kierkegaard. Søren Aabye Kierkegaard. Føddur 5. mai 1813, deyður 11. november 1855. Danskur heimspekingur og tann týdningarmiklasti danski heimsspekingurin. Hevur sum heimsspekingur og rithøvundur týdning innan ymisk fak, sum til dømis sjúkrarøktafrøði, gudfrøði, heimsspeki o.o. Útbúgvin gudfrøðingur við ritgerðini "Um hugtakið speisemi - við støðugum atliti til Sokrates". Hann er faðir at eksistensialismuni. Lívssøga. Kierkegaard var yngstur av einum systkinaflokki uppá 7 systkin. Pápin, Michael Pedersen Kierkegaard, kundi rættiliga tíðliga velja lívið sum arbeiðsleysur, tí hann hevði vunnið nógvan pening sum handilsmaður. Kierkegaard arvaði tískil rættiliga nógvan pening og hetta gjørdi, at hann kundi skriva burturav. Kierkegaard var rættiliga tungsintur og upploysti tískil forlovilsið við Reginu Olsen, sum hevði vart í umleið 1 ár. Hetta kom rættiliga at seta gongd í skrivingina. Tá Kierkegaard doyði í 1855, hevði hann brúkt hvørt oyra, hann arvaði. Hawaiianskt mál. Hawaiianskt (á hawaiianskum: "‘Ōlelo Hawai‘i") er eitt polynesiskt mál, sum er almenna málið á Hawaii. Tað eru bara umleið 8000 fólk sum tosa tað, men kortini er tað tað almenna málið. Tað er ikki hótt, tí tað fær grið á oynni Ni'ihau, sum hevur verið privatogn í eina øld, og øll sum búgva har, tosa hawaiianskt. Seinastu tíggjuárini hevur málið verið í brennideplinum, og nú eru skúlar stovnaðir, og ikki bara á Ni'ihau, har børnini læra at hava tað sum móðurmál. Søga. Áðrenn 1820 var bara hawaiianskt tosað allastaðni á Hawaii, men onga aðrastaðni. Frá 1820 til 1887 vórðu oyggjarnar kristnaðar og hawaiianska málið broyttist. Kristnir missionerar vildu umvenda oyggjabúgvarnar við at umseta bíbliuna til hawaiianskt og við at prædika á málinum hjá teimum innføddu. Í 1826 fekk hawaiianska stavraðið gjørt. Nú kundi málið bæði tosast og skrivast. Frá 1839 til 1840 varð fyrsta grundlógin skrivað á hawaiianskum. Í 114 ár (1834-1948) vórðu tíðindabløð prentað á hawaiianskum. Mállæran kom í 1834 og fyrsta orðabókin í 1865. Nógvar hawaiianskar bókmentir vóru. Málið er skumpað til viks av enskum, og í dag duga færri enn 0,1% av fólkinum hawaiianskt. Í 2000 bleiv tað vældámdari at tosa og tað sigst vera heimsins mest romantiska mál. Hornabóltur. Hornabóltsvøllur Wrigley Field í Chicago. Leikararnir hava handska á hondini og rimagrímu fyri andlitinum. Hornabóltur, á donskum og fleiri øðrum málum verður "Baseball" brúkt, er tjóðarítrótt í USA. Fyrsti dysturin ímillum skipað lið var í New Jersey í 1846. Fyrsta landskappingin var í 1876, og nú á døgum er hornabóltur næstbest umtókta ítróttargrein í Amerika, beint aftanfyri amerikanskan fótbólt. Leikararnir hava handska á hondini og rimagrímu fyri andlitinum. Baseball-leikarar brúka bólttræ og harðan bólt. Siður er, at forsetin kastar fyrsta bóltin, tá ið landskappingin MLB (Major League Baseball) í hornabólti byrjar. Listi yvir forsetarnar í USA. Mike Pence Sí eisini. * Matrikulstovan. Matrikulstovan er ein stovnur, sum umsitur matrikulnummar í Føroyum. Føroya Óðalsfelag. Føroya Óðalsfelag varð sett á stovn í 1985. Felagið er fyri tey, sum hava við føroysku óðalsmentanina at gera. Felagið gevur út blaðið "Óðalstíðindi". Niels Petersen er formaður í Óðalsfelagnum. Bergur Rønne Moberg. Bergur Rønne Moberg (fyrr Hansen) er føddur í 1965, uppvaksin í Kollafirði. Hann er útbúgvin magistari í norðurlendskum á Københavns Universitet, seinni bleiv hann eisini ph.d. Hann starvast sum eksternur lektari á Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab í Keypmannahavn. "Á langbylgju" er fyrsta yrkingasavnið hjá høvundinum, sum í mong ár hevur verið kendur sum ummælari og greinskrivari. Saltfiskur. Saltfiskur er fiskur, ið er saltaður. Saltfiskur var í 20. øld ein stór útflutningsvøra úr Føroyum. Italia var størsti marknaðurin fyri føroyskan saltfisk. Føroya Landsskjalasavn. Føroya Landsskjalasavn broytti í 2018 navn til Tjóðskjalasavnið. Føroya Landsskjalasavn er ein almennur stovnur, sum varðveitir nærum øll skjøl, sum kunnu hugsast at hava áhuga antin nú ella í framtíðini. Millum annað goyma tey kirkjubøkur og lógarbøkur. Høvuðsendamálið hjá Landsskjalasavninum er at savna, varðveita, skipa, lýsa og røkja søguligar keldur. Harafturat hevur Landsskjalasavnið eisini til endamáls at vegleiða stovnar, hvussu teir skipa og avhenda savnindini. Orsøkin er, at hesar søguligu keldur eiga altíð at verða til taks fyri almenningi og myndugleika. Øll kunnu koma inn á Landsskjalasavnið og biðja um loyvi at síggja og arbeiða við savnindum okkara, til dømis kirkjubókum, fólkateljingum, manntalslistum og øðrum málum og protokollum. Í 2011 var nýggjur almennur stovnur nevndur Søvn Landsins settur á stovn. Søvn Landsins er ein yvirskipað fyrisiting av søvnunum undir Mentamálaráðnum: Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðina. Virkisøkið hjá Søvnum Landsins er náttúru- og mentanarsavnsvirksemi, skjalasavnsvirksemi og bókasavnsvirksemi. Listi yvir økir og lutøkir í Sambandsríki Amerika. Listi yvir hjálond og stakríki í Sambandsríkinum Amerika Høgri. Høgri (bókmál: "Høyre"; nýnorskt: "Høgre"), stutt H, er ein politiskur flokkur í Noregi. Høgri varð formliga stovnaður í 1884 og er ein konservativur og borgarligur flokkur. Ungdómsflokkurin hjá Høgra eitur Ungi Høgri (bókmál: "Unge Høyre", nýnorskt: "Unge Høgre"). Í 2004 gjørdist Erna Solberg leiðari. Norskir forsætisráðharrar úr Høgra hava verið advokatur Christian Schweigaard (1884), advokatur Emil Stang (1889–1891 og 1893–1895), professari Francis Hagerup (1895–1898 og 1903–1905), hermaður Jens Bratlie (1912–1913), advokatur Otto B. Halvorsen (1920–1921 og 1923), keypmaður Ivar Lykke (1926–1928), løgfrøðingur John Lyng (1963), búskaparfrøðingur Kåre Willoch (1981–1986), løgfrøðingur Jan P. Syse (1989–1990) og stjórnmálafrøðingur Erna Solberg (2013–). Lettiskt mál. Lettiskt (lettiskt: "Latviešu valoda") er allment mál í Lettlandi. * Niðurlond. Niðurlond ella Háland ella Holland er eitt kongaríki í Evropa. Í norðri hevur Niðurlond mark við Norðsjógvin, í eystri við Týskland, og í suðri við Belgia. Niðurlendingar eru kendir fyri at hava víðskygda og frílynta samfelagsáskoðan. Søga. Í 16. og 17. øld sigldu niðurlendskir sjófarar og keypmenn burtur í fjarskotin lond at finna ríkidømi. Niðurlendingar tóku mong hjálond, og niðurlendska hjálandaríkið var úr Landsynningsásia til Norðuramerika. Handil hevur enn stóran týdning í Niðurlondum. Í 1609 slitu sjey protestantiskir landslutir fyri norðan í Niðurlondum frá Habsborgararíkinum. Í 1650-árunum vóru hesir landslutir vorðnir ovurríkir av handli við Asia og Amerika. Dugnaligir jødar og protestantar flýddu hagar í hópatali úr katólsku londunum Fraklandi og Spania. Frælsa niðurlendska samfelagið eggjaði til, at uppfinningar og hugskot komu út ímillum manna. Vísindamaðurin Christiaan Huygens (1629-1695) gjørdi øll bilsin, tá ið hann avdúkaði, at ljósið flytur seg í bylgjum. Antonie van Leeuwenhoek (1632-1723) varnaðist, hvussu blóðið er sett saman. Múgvandi handilsmenn lótu byggja høg hús, galvarnir vórðu laðaðir sum røkur, og teir bíløgdu listaverk hjá mætum listamonnum sum Rembrandt Harmenszoon van Rijn (1606-1669) og Johannes Vermeer (1632-1675) at hava til prýðis. Politikkur. Í Beneluks er aktiv deyðshjálp lóglig. Niðurlendska lóggávan sigur, at øll niður til 12 ár kunnu nýta hendan møguleikan. Landafrøði. Um triðingur av Niðurlondum hevur áður staðið i sjógvi. Meginparturin av hesum lendinum verður nýttur sum akurlendi og beiti, men ein fjórðingur av tí er nýtt til byggilendi, vegir og fríøki. Av tí at stórur partur av landinum er ájavnt sjóvarmálan ella undir, er mangan stórur vandi fyri vatnflóð. Til tess at forða fyri hesum eru gjørdar ovurstórar byrgingar, og ógvuliga væl verður fylgt við, hvussu høgt sjógvurin stendur. Fólkið. Niðurlendingar eru eitt blandað fólk. Mong fólk úr gomlu niðurlendsku hjálondunum í Landsynningsásia og Suðuramerika búsettu seg í Niðurlondum í 1940- og 1950-árunum. Tilflytingin helt fram í 1960-árunum, tá ið mangir fremmandaverkamenn úr Suðurevropa, Marokko og Turkalandi komu til Niðurlanda. Tilflutta fólkið er nú fimtingurin av fólkinum í teimum stóru býunum. Niðurlendingar eru erpnir av frílynta tilflytara- og flóttafólkapolitikki sínum. Búskapur. Mong fleirtjóðafeløg eru niðurlendsk, og vinningurin hjá hesum feløgum er helvtin av inntøkum landsins. Havnin Europoort í Rotterdam í Niðurlondum er ein tann størsta havnin í verðini. Higar koma bæði rávørur og lidnar vørur úr øllum heimi, til dømis stórar nøgdir av frukt og djús. Djúsið kemur ofta við stórum tangaskipum úr Suðuramerika. Tað verður koyrt á serlig djúsvirki, har tað verður pakkað í smærri pakkar. Síðan verður djúsið flutt við toki, lastbili ella skipi til ymisk lond í Europa. Europoort-havnin er øgiliga stór: 20 km breið og 40 km long. Alt er tó ikki havnarøki; har er eisini eitt tað størsta ídnaðarøkið í Europa, har tey framleiða bensin, vaskipulvur og nógv annað. Havnin er ein týðandi miðdepil fyri flutning í Europa. Samband er við alt Europa eftir Rínánni, vegum, jarnbreytum og um flogvøllin. Sverri Fon. Sverri Fon var føroyskur mentanarmaður. Millum annað var hann bókavørður og skrivaði søgur, og hann var ábyrgdarblaðstjóri á Glugganum, sum hann gav út saman við Sverra Egholm. Gluggin (tíðarrit). Gluggin var eitt føroyskt mánaðarblað við blandaðum og almennum innihaldi. f Lestur gav blaðið út, og í fyrstuni var Sverri Fon ábyrgdarblaðstjóri, og Sverri Egholm var blaðstjóri. Seinni gavst Sverri Egholm í blaðstjórnini, og Oskar Hermannsen kom fyri hann. Skóti. Skótaarbeiði er frítíðarítriv, sum hevur til endamáls at venja skótarnar upp til góðar samfelagsborgarar. D.P. Danielsen. Dánjal Pauli Danielsen, vanliga nevndur D.P. Danielsen'". Føddur 3. mars 1913 í Miðvági. Deyður 28. mars 1991. Útbúgving í løgfrøði í 1945. Sakførari og rithøvundur. Blaðstjóri á 14. september (tíðindablað) 1947-1949. Sat á løgtingi fyri Tjóðveldi í fimtiárunum, frá 1950 til 1958. Stillaði upp fyri Sosialistiska Loysingarflokkinum í 1990, uttan tó at blíva valdur. Føroyingahavnin. Føroyingahavnin (danskt: "Færingehavn". grønlendskt: "Kangerluarsoruseq"), í Grønlandi hevur fingið navn eftir føroyingum, sum vóru teir fyrstu, ið koma at nýta hana í 1925. Sacramento. Sacramento er høvuðsstaður í Kalifornia. Í Sacramento og økinum rundanum búgva 2,1 mió. fólk. Fíggjarkreppan í Kalifornia hevur rakt húsaprísirnar hart. Millum býirnar sum eru harðast raktir, eru Sacramento og Los Angeles. Húsamarknaðurin í Kalifornia er í løtuni tann ringasti í 25 ár. Tað sæst eisini aftur í húsakeypum í Sacramento. Sølan í 2008 er tað lægsta í 13 ár. California State University, Sacramento (eisini nevndur "Sacramento State University") varð sett á stovn í 1947. Á skúlanum ganga samanlagt um 29 241 næmingar (2009). Breinigerberg. Breinigerberg er ein bygd í Týsklandi. Bygdin er ein av 17 smærri býum og bygdum, ið eru partar av býnum Stolberg, ið er ein av teimum størstu býunum í Aachen. Í 2005 var fólkatalið í Breinigerberg 971. Faroe Pride 2005. Faroe Pride 2005, fyrsta skrúðgongan 27. august 2005. 22-27. august 2005 var fyrsta ráðstevnan hjá ANSO, Canaries in the Coal Mines, hildin í Tórshavn. Henda norðurlendska LGBT ráðstevnan var fyriskipað av ANSO, Friðarboganum og felagnum Bogin. Ráðstevnan endaði við fyrstu skrúðgonguni fyri STT (sam-, tví- og transkynd) í Føroyum. Judith Halberstam (US), Jens Rydström (SE), David Megathlin (US), Arthur Thiry (SE), Britta Swenson (SE) og Don Kulic (SE). Faroe Pride. Faroe Pride er skrúðgonga, ið er fyriskipað av LGBT Føroyar, tey fyrstu árini var skrúgongan fyriskipað av Friðarboganum. Faroe Pride skrúðgongan er til frama fyri samkyndum og tvíkyndum. Nógv hinskynd luttaka eisini í skrúðgonguni fyri at vísa sín stuðul. Fleiri av luttakarunum bera fløgg, ballónir, skelti og annað líknandi, sum oftast eru røður og tónleikaframførslur á skránni. Kári Jacobsen hevur gjørt ein Faroe Pride sang við heitinum "Ymisk". Kári eigur bæði orð og lag. Tey ið syngja eru: Kári Jacobsen, Eyð Berghamar Jacobsen, Jens Marni Hansen, Arnfríð Lützen og Niels Arge Galán. Ingunn Aamodt. Ingunn Aamodt er fødd í norska býnum Honningsvåg í Finnmark, 1965. Hon er útbúgvin lærari í list og handverki, men hevur síðan 1998 starvast sum barnabókarithøvundur burturav. Síðan frambrotið hevur hon skrivað nógvar barnabøkur og onkra yrkisbók. Jesus. Jesus Kristus doyði á krossinum. Jesus (griksk úttala av navninum "Joshua", sum merkir "Harrin er Frelsarin") Kristus (upprunaliga grikskt orð, sum týðir "tann salvaði", so sum tað hebráiska Messias) var sambært tí kristnu læruni sonur Guds og sum doyði fyri syndir menniskjanna. Kristindómurin er heimsins størsti átrúnaður og er trúgvin á Jesus Krist sum harra og frelsara menniskjanna. Navnið kristindómur kemur eisini av orðinum "Kristus". Vit lesa um Jesus í evangeliunum í Nýggja Testamenti. Evangeliini eru fýra í tali. Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes hava skrivað hvørt sítt. Teir kendu Jesus, sum var jødi, føddur í Betlehem í Júdea. Viðhaldsfólk Jesu trúðu, at hann var sonur Guds. Tá ið Jesus var um 30 ára gamalur, gekk hann um í Ísrael og boðaði nýggjan boðskap. Hann greiddi frá hugsanum sínum í søgum (líknilsum). Evangeliini siga frá undurverkum hansara, sjúk grøddi hann og vakti upp deyð. Summi óttaðust, at Jesus fór at eggja til uppreistur móti rómverjum, ið ráddu Palestina. Jesus varð handtikin, avhoyrdur og dømdur til deyða. Hann sýndi seg fyri næstu viðhaldsfólkunum, eftir at hann var deyður. Teir trúðu til fulnar, at Gud hevði reist hann upp frá deyðum. Kristna kirkjan er grundað á hesa trúgv. Boðskapurin um Jesus varð skjótt borin um alt Rómverjaríki. Kristus er eitt grikskt orð. Tað merkir "kongur". Fólk, ið trúgva á Jesus Kristus, verða rópt kristin. Ta kristnu trúnna nevna vit "kristindóm". Á arábiskum máli eitur Jesus "Isa", og muslimarnir rokna hann sum profet. Bakgrund. Jesus var ísraelskur jødi og av fátækum fólki í Nasaret í Galilea í Norðurísrael. Hann var føddur í einum fjósi í Betlehem tætt við Jerúsalem í Ísrael, meðan mamma hansara Maria og festarmaður hennara Jósef vóru á ferð at verða skrivað í manntal. Hann var smiður, men 30 ára gamal gavst hann at arbeiða og fór um landið at boða læru sína og grøða sjúk. Viðhaldsfólk hansara vórðu kallað lærusveinar, og av teimum valdi hann sær 12 høvuðslærusveinarnar ella ápostlarnar, sum teir eisini verða nevndir. Gitnastu lærusetningar hansara eru í Fjallataluni, har Jesus sigur, at menniskjan skal óttast og æra Gud og elska næsta sín sum sjálvan seg. Tey kristnu trúgva, at Jesus varð borin í heim sum sonur Guðs, og um tey gera eftir boðum hansara, fáa tey fyrigeving syndanna og sleppa inn í himmiríkið. Tey tala um Jesus sum Kristus, ið kemur úr grikskum máli og merkir "hin salvaði", ella "Messias" á hebraiskum. Jesus livdi í Ísrael fyri umleið 2.000 árum síðan. Tá ið hann var deyður, stovnaðu tey, ið tóku undir við læru hansara, ein felagsskap, sum var byrjanin til ta kristnu kirkjuna. Jesu lív hevur í øldir hugtikið listafólk, og nøkur av størstu listaverkunum vísa hendingar úr lívi Jesusar. Orðið evangelium merkir ”góð tíðindi”. Tey, ið tóku undir við Jesu læru, nýttu tað, tá ið tey skuldu tala um hann, men seinni fór tað at merkja tað, sum evangelistarnir – Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes – høvdu skrivað. Markus og Jóhannes hoyrdu til teir tólv fyrstu lærusveinarnar; Markus og lærusveinurin Barnabas vóru systkinabørn; Lukas var í tí fyrsta kirkjuliðnum í Antiokia. Í kristiligari list er ímyndin av Matteusi ein eingil, Markus leyva, Lukas oksi, og Jóhannes ein ørn. Føðing Jesusar. Søgan sigur, at Maria og Jósef vóru trúlovað og skuldu giftast, tá ið Gabriel høvuðseingil sýndi seg fyri Mariu og segði henni, at hon skuldi bera Guðs son í heim. Hendingin er kend sum boðanardagur Mariu, ið er 25. mars; 9 mánaðir fyri jóladag. Gabriel bað Mariu kallað barnið Jesus, sum kemur av tí hebraiska "Joshua", ið merkir ”Jehova er frelsa”. Boðanin er eitt nógv nýtt myndevni í kristiligari list. Barnið var gitið av Heilaga andanum, og á mongum málningum sæst andin í dúgvulíki sveima niður á Mariu. Heilaga landið var rómverskt um Jesu føðing, og tá ið Augustus keisari gav boð um manntal, mátti ein og hvør fara til ættarbygd sína at vera taldur. Jósef og Maria fóru úr Nasaret til Betlehems. Tá ið tey komu hagar, var tíðin komin, at hon skuldi eiga. Einki rúm var fyri teimum í tilhaldshúsinum, og tí fóru tey í eitt fjós í einum helli. Har varð Jesus føddur, og Maria legði hann í krubbu ella trog hjá kríatúrunum, og hagar komu einglar at kunngera føðingina og at tilbiðja hann. Jesu føðing er eitt av høvuðsevnunum í kristiligari list. Frá 15. øld verður Jesus viðhvørt vístur sum heimsins ljós. Næstan allir málningar, ið lýsa føðingina, sýna ein oksa og ein asna, ið tilbiðja Jesubarnið. Tá ið Jesus var føddur, kom ein eingil til hirðarnar á markini. Í fyrstuni vóru hirðarnir bangnir, men tá ið eingilin kunngjørdi teimum gleðiboðini, vórðu teir glaðir. Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði. Teir eggjaðu hirðunum til at fara at finna Jesubarnið og tilbiðja tað. Hirðarnir, ið umboða tað vanliga fólkið, eru bilsnir og ovurfegnir at hoyra um frelsaran. Vísmenninir úr Eysturlondum. Vísmenninir, stundum umtalaðir sum teir tríggir kongarnir, fylgdu einari leiðarstjørnu úr eystri til tess at bera Jesusbarninum gávur. Heródes kongur í Jerúsalem frætti hesi tíðindi, og honum dámdi illa at hoyra um ein nýggjan jødakong. Heródes bað vísmenninar siga sær, hvar barnið mundi vera, men teir vórðu ávaraðir í dreymi og fóru tí av stað aftur og søgdu honum einki. Heródes var frá sær sjálvum og beyð, at í Betlehem skuldu øll dreingjabørn, yngri enn 2 ár, drepast. Vísmenninir hoyrdu til ein prestaskap í gamla Persia. Teir fingust við stjørnuspáfrøði og týddu dreymar, og gjørdust sosatt kendir sum ”vísir menn”. Í yngri frásøgum verða teir ofta nevndir kongar og eita Kaspar, Melkir og Baltasar. Seinni í miðaldar- og renesansulistini eru teir eisini vorðnir umboð fyri teir tríggjar heimspartarnar Asia, Afrika og Evropa, sum tá vóru kendir. Maria og Jósef finna Jesus sitandi í samrøðu við teir skriftlærdu. Tá ið Jesus var 12 ára gamal, høvdu Maria og Jósef hann við til Jerúsalems at halda páskir. Hátíðarhaldið vardi eina viku og var til minnis um ta ferðina, tá ið ísraelsfólk vóru fríað frá trældóminum í Egyptalandi. Tey fóru heim aftur til Nasaret í fylgi við nógvum øðrum fólkum, tá ið Maria knappliga skilti, at sonur teirra var ikki við í ferðalagnum. Hon og Jósef skundaðu sær tí aftur til Jerúsalems og leitaðu í samfullar tríggjar dagar, til tey at enda funnu Jesus í templinum. Har sat hann og skifti orð við teir jødisku lærumeistararnar. Menninir, sum Jesus talaði við í templinum, verða stundum nevndir lærarar, læknar, vísmenn ella skriftlærdir. Teir vóru væl lærdir menn og høvdu sum starv at útleggja jødiska lógina. Teir fingu nógv vald, kunnaðu fólkið um lógina og gjørdust dómarar í Sanhedrin, sum var domstólur og ovasta ráðið í Jerúsalem. Teir vóru eisini knýttir at trúarbólki farisearanna. Jesus verður doyptur av Jóhannesi doyparanum. Jóhannes doypti fólk í Jordanánni til tess at vísa, at tey iðraðu seg um allar syndir sínar, og at tey nú vóru rein. Mong komu bæði úr bygd og bý at síggja hann. Ein dagin kom Jesus at hoyra Jóhannes prædika og at verða doyptur av honum. Jóhannes helt, at hann sjálvur átti at vera doyptur av Jesusi, men læt sær kortini eftirlíka. Eftir dópin talaði Guð, soleiðis at ein og hvør skuldi vita, at Jesus var sonur hansara. Tey fyrstu kristnu tóku dópin til sín sum ein hátt at vísa sambandið við Jesus og kirkjuna. Einglar síggjast ofta á málningum av dópinum. Jesus verður freistaður av djevlinum í oyðimørkini. Eftir dópin fór Jesus út í oyðimørkina og fastaði fjøruti dagar. At enda háðaði Sátan hann við trimum freistingum. Jesus skuldi sýna honum, at hann var sonur Guðs, og at hann kundi gera steinar til breyð, stoyta seg oman hægst av templinum í Jerúsalem og at enda njóta alt heimsins ríkidømi, um hann vildi tilbiðja Sátan. Men Jesus læt seg ikki freista. Jesus kallar sínar fyrstu lærusveinar og fer undir at prædika. Tá ið Jesus fór undir at prædika í Galileu, valdi hann sær út tólv menn at vera teir fyrstu lærusveinarnir ella boðberar. Teir fyrstvaldu vóru brøðurnir Pætur og Andrias, sum royndu á Genesaretsvatninum, men fingu lítið. Jesus beyð teimum at seta gørnini einaferð afturat, og teir so gjørdu og fingu so mikið, at tað fylti upp í tveir bátar. Á hendan hátt sýndi Jesus sínum fyrstu lærusveinum, hvussu teir kundu hjálpa honum at savna nógvar lærusveinar og fáa fólk at venda um og trúgva á hann. Jesus ger fyrsta undirverkið. Í Nýggja Testamenti verður fleiri ferðir greitt frá, at Jesus gjørdi kraftagerðir. Hitt fyrsta almenna undrið hendi í bygdini Kána, hagar Jesus, móðirin og nakrir av lærusveinum hansara vóru boðin í brúdleyp. Undir borðhaldinum varnaðist Maria, at einki vín var eftir, og segði tað við son sín. Stillisliga beyð Jesus tænarunum at fylla seks stór ker við vatni og síðan lata høvuðskokkin smakka á. Teir so gjørdu og vórðu stórliga bilsnir, tá ið teir skiltu, at vatnið var vorðið vín. Jesus riður inn í Jerúsalem og rekur sølumenninar úr templinum. Tá ið teir nærkaðust Jerúsalem, segði Jesus lærusveinunum, hvar teir mundu finna eitt ásin við fylli. Síðan reið Jesus á fylinum tann seinasta partin á ferð sínari. Fólk høvdu frætt, at Jesus skuldi koma, og komu í hópatali hagar at síggja hann. Sunnudagurin fyri páskir, Pálmasunnudagur, verður hildin til minnis um hesa hending. Tá ið Jesus kom í templið í Jerúsalem, reittist hann av at síggja, at tað vorðið sølutorg. Hann fekk sær snøri í hond og rak handilsmenninir við sínum neytum á dyr og koyrdi í sama viðfangi borðið hjá peningavekslarunum um koll. Hann segði við teir, at “hús mítt eigur at vera eitt bønhús; men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli”. Jesus var ikki vanur at fara soleiðis fram, men hendingin vísti, at hann vildi beina henda ósiðin burtur. Pínslusøgan. Jesus boðaði frá, at hann fór at vera svikin og tikin av døgum. Teir seinastu – og týdningarmestu – dagarnir í lívi hansara á fold verða nevndir pínslusøgan, sum eru líðingarnar og pínslurnar, hann mátti tola, frá tí hann kom til Jerúsalems og til krossfestingina og uppreisnina. Páskirnar og dymbildagavikan verða hildnar til minnis um hesar hendingar. Tær ymsu hendingarnar í pínslusøguni eru ofta og væl viðgjørdar av listafólki. Heilaga kvøldmáltíðin. Heilaga kvøldmáltíðin var seinastu ferð, Jesus sat til borðs við lærusveinunum í Jerúsalem, áðrenn hann var tikin. Hendingin fekk seinni ómetaligan týdning fyri tey kristnu og gjørdist evnið fyri mong listaverk. Vanliga vóru tey málað sum freskur (kálkmálningar) á veggir í matarhøllum í t.d. kleystrum. Soleiðis var eisini við teirri víðagitnu freskuni eftir Leonardo da Vinci (1452-1519). Tíverri byrjaði málningurin skjótt at farast og er tí umvældur fleiri ferðir. Kristni siðurin at fara til altars í kirkjuni er til minnis um heilagu kvøldmáltíðina. Presturin gevur gestunum breyð og vín til minnis um seinastu ferðina, Jesus sat til borðs saman við ápostlum sínum. Svikagerðin. Jesus hevði greitt fylgdarfólki sínum frá, at hann fór at vera svikin og tikin av lívi. Tað var kortini ein skelkandi løta, tá ið hann segði teimum 12 lærusveinunum, at ein teirra var svikjari. Evangeliini siga, at Judas Iskarjot hevði gjørt avtalu við høvuðsprestarnar fyri máltiðina: “Tann, sum eg kyssi, hann er tað; takið hann og farið tryggiliga avstað við honum”. Nakað seinni visti hann høvuðsprestunum á, hvar Jesus helt bøn saman við hinum ápostlunum. Høvuðsprestarnir guldu Judasi 30 silvurmyntir afturfyri. Krossfestingin. Jødiska ráðið og høvuðsprestarnir dómfeldu Jesus fyri at siga seg vera son Guðs. Rómverski landshøvdingin, Pontius Pilatus, royndi at sleppa undan at døma Jesus, men læt hann so upp í bøðilshendur. Jesus var krossfestur saman við tveimum ránsmonnum. Krossfestingin hevur verið sýnd á mangan hátt í kristiligari list. Við hvørt er stórur dentur lagdur á ræðuleikan og sorgina. Gravleggingin. Jósef úr Arimatea, sum sat í jødiska ráðnum, og lærusveinur í duldum, bað Pilatus um loyvi at jarða líkið. Nikodemus, ein fariseari, sum eisini hevði tikið við trúnni, hjálpti Jósefi at taka likamið av krossinum. Teir vaskaðu og sveipaðu tað í línklæði. Líkið var borið í ein garð tætt við og lagt í eina nýhøgda grøv. Uppreisnin. Triðja dagin eftir sín deyð á krossinum reis Jesus uppaftur. Hendingarnar í sambandi við uppreisnina eru umtalaðar á ymsan hátt í evangeliunum. Summar frásagnir siga, at hermenn hildu vakt við grøvina. Tað høvdu teir jødisku høvuðsprestarnir biðið um, so at lærusveinarnir ikki kunda stjala likamið og siga, at Jesus var risin upp. Hjá Jóhannesi stendur, at Maria Magdalena hittir hin upprisna Jesus, ið seinni eisini sýndi seg fyri lærusveinunum. Eftir himmalferð Jesusar hildu ápostlarnir á at boða gleðiboðskapin og grundaðu ta kristnu kirkjuna. Himmalsferðin. Fjøruti dagar eftir uppreisnina fór Jesus til himmals, og tað sóu lærusveinarnir. Tá stóðu teir á Oljufjallinum og sóu hann verða tiknan upp, og eitt skýggj huldi hann fyri eygum teirra. Tá knappiliga stóðu tveir menn í hvítum klæðum hjá teimum. “Hví standa tit her og hyggja upp til himmals?” spurdu teir. “Hesin Jesus, sum er upp er tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara”. Merki kristindómsins. Á Jesusar døgum vóru enn mong, sum settu seg upp ímóti rómverska hersetingarvaldinum, og teir uppreistrarmenn, ið vórðu tiknir, vórðu krossfestir. Tá ið Jesus hevði boðað læru sína í 3 ár, hevði hann fingið so ilt í høvuðsprestarnar, fariseararnar og teir skriftlærdu, tí hann hevði havt harðliga at teimum fyri falslæru, at teir fingu hann givnan upp fyri rómverska yvirvaldinum, dømdan til deyða og krossfestan. Frá tí degi hevur krossurin eyðkent Jesusar læru - Kristindómin. Jesus í Islam. Jesus er ein týdningarmikil persónur í Koranini (Al-Qur'an), har hansara navn (Isa) verður nevnt 25 ferðir. Jesus er ein av týdningarmestu boðberunum hjá Gudi (Allah), og hann má síggjast sum ein fundamentalur partur av veraldarmynd islams. Uppfatan islams av Jesusi hevur nógv til felags við tær bíbilsku frásagnirnar, so sum trúgvin á jomfrúføðingina, Jesus sum tann ið grøðir og ger undurverk, Jesus sum lærir o.s.fr. Jesus reis eisini upp til Himmals sambært islam, og nógvir muslimskir teologar trúgva, eins og tey kristnu, at Jesus skal koma aftur í skýnum. Jesus verður ellivu ferðir nevndur al-Masih (Messias eller Kristus) og í Sura 3,45 verður hann nevndur Kalimatullaah (Guds orð). Munurin millum islam og kristindóm er, at muslimar ikki trúgva á Jesus sum 'Guds son'. Í islam verður Jesus mettur sum ein profetur, har tey kristnu trúgva, at Jesus tosar um 'Heilaga Andan' tá hann nevnir talsmannin ið hann skal senda, so trúgva muslimarnir, at hesin talsmaðurin ið Jesus segði at hann skuldi senda, var Muhammed profetur. Ólavur Jakobsen. Ólavur Jakobsen í Fámjins kirkju í 2014. Ólavur Jakobsen, f. 1964, er ein føroyskur tónleikari og gittarleikari. Hann er av kendu lista- og tónleikarafamiljuni av Kamarinum í Havn. Hann er sonur Eyðbjørn av Kamarinum og Ásu (f. Nielsen) úr Fámjin. Lívsleið. Ólavur fór sum smádrongur at spæla gittara. Spældi hjá m.a. við pápanum, Eyðbjørn Jakobsen, ið er ein av systkjunum í bólkinum "Tey av Kamarinum". Fyrstu gittarfyrimyndir Ólavs vóru Chet Atkins, Hank B. Marvin og allir fremstu rock-gittarleikarar í 1970'unum, men eftir at hava hoyrt spanska meistaran Andrés Segovia og seinni hitt sir Julian Bream, so var leiðin løgd inn í ein heilt annan tónleikaheim. Eingin frálæra var í gittarleiki á musikkskúla, tá ið Ólavur vaks upp í Tórshavn, og hann var so at siga sjálvlærdur innan klassiskt gittarspæl, tá ið hann, í fyrstu roynd, kom gjøgnum nálareygað á tónlistarskúlanum í Keypmannahavn. Ólavur hevur útbúgving sum gittarleikari á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Hann tók masterprógv í 1995. Lærari hansara var Ingolf Olsen. Harafturat hevur hann námsfrøðiligt masterprógv í gittar og el-gittarafrálæru av sama skúla. Ólavur var ársskeiðið 93/94 í Frankaríki. Hann var næmingur í París hjá franska gittarleikaranum Roland Dyens. Ólavur hevur eisini luttikið á master-classes við navnframa sir Julian Bream, Gøran Søllscher og David Russell. Hann var í 2005 ein av teimum, ið formliga var við til at byrja Musikkskúla Miðnám, ið er ein fyrireikandi útbúgving fyri evnaríkar rútmiskar og klassiskar tónleikarar, og er hann samskipari av hesi útbúgving. Hann hevur starv sum gittarlærari á Føroya Musikkskúla. og hava fleiri av hansara næmingum traðkað fram sum evnaríkir gittarleikarar m.a. Ragnar Olsen, Benjamin Petersen, Alvi Joensen og Maria Olsen. Ólavur Jakobsen hevur spælt saman við nógvum føroyskum solistum og orkestrum m.a. Nicolinu av Kamarinum, Hanus G. Johansen, Føroya Symfoniorkestri og Aldubáruni. Hann hevur harumframt spælt við heimskendu og eisini innspælt við svenska sangaranum Håkan Hagegård, umframt við íslendska bólkinum CAPUT og danska symfoniorkestrinum Collegium Musicum undir leiðslu Michael Schønwandt. Harafturat hevur hann innspælt tónleik eftir Baroli Music saman við týska orkestrinum Brandenburgisches Staatsorchester úr Frankfurt. Hann hevur frumframført verk eftir flestøll føroysk tónaskøld, og hevur m.a. Sunleif Rasmussen skrivað fleiri verk til hansara. Ólavur hevur eisini frumframført tónleik eftir kend útlendsk tónaskøld m.a. Gavin Bryars, Per Nørgård, Hsueh-Yung Shen, Pierre Dørge, Axel Borup-Jørgensen. Hann er sera virkin innan føroyskt tónleikavlív, bæði sum tónleikari, fyriskipari, tilrættisleggjari og íbirtari. Hann hevur sum solistur og kamartonleikari framført í flestøllum evropeiskum londum, í Suðurafrika og í U.S.A. Eisini hevur hann verið vertur á stóru nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri heilar 6 ferðir. Fyrstu ferð í 2005. Í dag er hann búsitandi í Hoyvík. Ólavur gav út sína fyrstu solofløgu við guitarspæli í november 2012. Útgávan kom út hjá Plátufelagnum Tutl og er ætlað altjóða marknaðinum. Tónleikurin er allur skrivaður til Ólavs, men nøkur løg hevur hann sjálvur sett út fyri sologittara. Aðrir, ið hava skrivað tónleikin, eru Sunleif Rasmussen, Kári Bæk og Kristian Blak. Harumframt hevur hann eisini tikið eldri tónleik við, og í hesum sambandi hevur hann lagt til rættis løg hjá Jógvan Waagstein og William Heinesen. Eisini Kingolagið ”Vaag op og slae paa dine Strenge” er við á fløguni, har Ólavur Jakobsen spælir verkið í egnari útseting við støði í variatiónunum hjá William Heinesen fyri solo bratsj. Fløgan hevur fingið heitið eftir hesum lagi, men í enskari týðing: Awake, my Soul, and Sound your Strings. Fløgan hevur fingið framúr ummæli uttanlands og eru flestøll gittartíðarrit á einum máli um, at Ólavur og framførslur hansara eru tónlistarliga á hægsta altjóða stigi. Aldubáran. Ólavur Jakobsen var við til at stovna og er limur í føroyska tónleikabólkinum, kamarorkestrinum Aldubáran, sum spælir klassiskan tónleik, bæði nýggjan tónleik, sum er skrivaður til Aldubáruna, og eldri klassisk verk. Somalia. Somalia (Somaliskt: "Soomaaliya") er eitt land í Eysturafrika. Høvuðsstaður er Mogadishu, londinum hevur umleið 9 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er somaliskt. Sjórænarar herja á havinum uttanfyri Somalia, og teir vinna milliónir av krónum uppá hetta brotsmannavirksemið. Oyðimarkarlendið í Somalia er nógv vaksið seinastu árini. Fátækir bøndur brendu skógin at fáa dyrkilendi ella beitilendi. Teir gróðursettu ikki trø aftur, og tí gjørdu teir landið til oyðimørk og beindu fyri lívsgrundarlagið sínum. Søga. Somalia vann sær sjálvræði frá Italia í 1960, men illa gekst at fáa frið í lag í hesum margbroytta landi, sum hevur so ríka søgu at líta aftur á. Í 1969 tók Siad Barre forseti valdið og setti hernaðarstýri á stovn í Somalia. Í 1988 gjørdi somalska frælsisrørslan (SNM) uppreistur ímóti einræðisstýrinum. Herdeildir hjá Siad Barre bardu uppreisturin niður, men aðrir uppreistrarbólkar komu uppí, og í 1991 tóku uppreistrarlið seg inn í høvuðsstaðin, Mogadishu, og Barre flýddi til Kenja. Í 1991 brast á herviligt borgarakríggj, ið elvdi til ræðuliga hungursneyð, og at Somalia varð syndrað stjórnarliga. Síðan borgarakríggið brast á, hava túsundtals somaliar búð í flóttafólkalegum, har tryggari er at vera, og teir fáa mat og tak yvir høvdið. ST skipaði fyri stórtøknari matvøruhjálp, men hon kom ikki fram til tey neyðstøddu, tí at ættirnar, ið kríggjaðust, rændu matvøruna. Um ein mió flóttafólk eru í grannalondunum, og tey fara valla heim aftur, fyrr enn friður er fingin í lag. Eitt fleirtjóðaherlið við Sambansríki Amerika á odda gjørdi innrás í 1993, og vápnahvíld varð fingin í lag. Yvirgangsálop í 2017. 14. oktober 2017 vóru tvær ógvusligar bumbuspreingingar í Mogadishu, sum gjørdu av við fleiri enn 300 fólk, og særdu yvir 200 onnur. Hetta er blóðugasta álopið í tíggju ár í Somalia. Talan er um ógvusligastu atsóknina, síðani ein islamistiskur bólkur byrjaði ein uppreistur í 2007. Løgreglan upplýsir, at tann fyrra bumban brast við eitt gistingarhús í miðbýnum, har eisini fleiri stjórnarbygningar eru. Hotellið varð lagt í oyði av spreingingini. Tveir tímar seinni brast ein onnur bumba í einum øðrum býarparti. Ongin hevur tikið ábyrgdina av bumbuni, men somaliska stjórnin er ikki í iva um, at víðgongdi muslimski hernaðarligi felagsskapurin, al-Shaabaab, stendur aftanfyri. Politikkur. Somalia hevur í mong ár ligið at kalla í stjórnarloysi, men víðgongdir islamskir bólkar hava vunnið sær stórt vald í landinum. Kendastur av hesum bólkum er Hizbul al-Islam, ið verður hildin at hava tætt tilknýti til Al-Qaeda. Sambært eini kanning gjørd av Transparency International í 2013 eru Somalia, Norðurkorea og Afganistan tey mest korruptu londini í heiminum. Kanningin hevur ein skala 0 til 100, har 0 sigur at almenni geirin í landinum er sera korruptur, meðan 100 sigur at hann er reinur. Av teimum 177 londunum sum eru við í kanningini eru meira enn tveir triðingar undir 50-talið. Somalia og Norðurkorea hava t.d. eitt úrslit á 8. "Øll hesi londini standa yvir fyri hóttanini vi korrupsjón allastaðni í stjórnini. Tað kann vera alt frá at deila út lokal loyvir til tað at halda lógir", sigur Huguette Labelle, stýrisleiðari í Transparency International í einum tíðindaskrivi. Mogadishu. Mogadishu er høvuðsstaður í Somalia og týdningarmesti havna- og handilsbýur í landinum. Arábar búsettu seg í Mogadishu í 9. øld. Mogadishu hevur 1 mio. íbúgvar (2013). Puerto Riko. Samveldið Puerto Riko (spanskt: "Estado Libre Asociado de Puerto Rico", enskt: "the Commonwealth of Puerto Rico") er eitt amerikanskt hjáland í Karibia. Á Puerto Riko hevur USA ræðið, og hevur tað gjørt nógv fyri at bøta um teir ymsu vinnuvegirnar; men landið er so tættbygt, at tað føðir ikki fólkið, og nógv fólk flytur til USA. Hendan oyggin er í roynd og veru eitt statur í USA. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari (USD). Ódnin Maria rakti Puerto Riko 20 sept. 2017 sum ein ódn í kategori 5. Maria er skrásett sum kategori 5 í sokallaða Saffir-Simpson ódnarskalanum, og verður mett sum sjáldsama vandamikil. Hetta er fyrsta ferðin í 85 ár, at ein ódn rakar oynna beinleiðis. Ódnin hevur dripið minst 24 fólk í Puerto Riko. Politikkur. Puerto Rico er ein sjálvstýrandi eind, men hoyrir undir USA. Politiska støðan. Puerto Riko gjørdist amerikanskt hjáland 17. januar í 1917. Puerto Riko segði nei til loysing frá USA 6. november í 2012; 61,16 prosent av teimum, ið greiddu atkvøðu, valdu sjálvstøðugur lutstati í USA fram um fult sjálvstýri. Bara 5,49 prosent av teimum, sum tóku lut í fólkaatkvøðuni atkvøddu ja fyri at Puerto Riko skuldi gerast sjálvstøðug tjóð. Fyri loysing atkvøddu 74,895 veljarar. Men alt bendir á, at valluttøkan var lág; 78,19 prosent hava verið á valið, men 27,41 % atkvøddu blankt. 33,34 prosent tóku undir við verandi hjáland-støðu. Fólkið. Flestu puertorikanar eru av spanskari og afrikanskari ætt. Flestu fólk búgva í býum, og ein triðingur av fólkinum í landinum býr í høvuðsstaðnum (San Juan). Fólkavøksturin ger, at mong mega búgva í húsum, ið verða reist stutt frá stóru býunum. Summi flyta til USA og búseta seg har. Flestu fólk hava góð kor, og útbúgvingarverkið og heilsuverkið eru væl fyri. Søga. Spania legði landið undir seg stutt eftir, at Kolumbus kom hagar, og tað var spanskt hjáland til í 1890-árunum, tá ið USA legði landið undir seg. Hóast spanskt er alment mál í Puerto Riko, er landið tætt knýtt aftur at USA. Búskapur. Lágur skattur og bílig arbeiðsmegi fingu mangar amerikanskar fyritøkur at flyta higar, og hetta hevur elvt til støðuga búskaparliga framgongd. Týdningarmesti ídnaðurin í Puerto Riko er klædnavirking. Keldur. * Kyrrahavið. Størsta og djúpasta hav í heiminum, Kyrrahavið, er triðingurin av jarðarýtuni (179,7 mió. km²) og er úr Asia og Avstralia til Amerika og Suðurkoll. Tað er 46 % av øllum heimsins høvum. Har eru umleið 25 000 oyggjar, gosoyggjar og koralloyggjar spjaddar um hesa ovurstóru vídd, t.d. Samoa, Tonga, Cook-oyggjar, Nýsæland, Hawaii, Páskaoyggin, Tahiti og Chatham. Í stórum parti í Kyrrahavi er veðurlagið lýtt og slavið, tí er fruktagott og nógvur vøkstur á flestu oyggjum. Upprunafólkið, sum av fyrstantíð kom úr Landsynningsásia, verður býtt í tríggjar meginbólkar: Polynesar, melanesar og mikronesar. Í 16. øld komu evropearar, og fyrst í 19. øld vórðu flestu oyggjarnar hjáland hjá stórum londum handan hav. Nú á døgum eru nakrar oyggjar sjálvstøðugar, men nógvar standa undir øðrum londum (til dømis Bretland, USA, Frakland). Nøkur fólk í hesum mongu oyggjum búgva í býum, men tey flestu lívbjarga sær av landbúnaði, til dømis at velta jamsrót og søtepli og útróðri. Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo (franskt: "République démocratique du Congo"), eisini nevndir Kongo-Kinshasa ella Sair, er eitt stórt land í Miðafrika. Landið hevur mark ímóti níggju londum: Miðafrikalýðveldið, Suðursudan, Uganda, Ruanda, Burundi, Tansania, Sambia, Angola og Kongo. Høvuðsstaður er Kinshasa. Landið hevur umleið 62 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er franskt. Hungursneyðin í Kongo er stór (2012). Í fimm landspørtum doyggja hvønn dag í minsta lagi 700 børn yngri enn fimm ár. Einans eitt av fimm børnum hevur nøktandi føðslu. Út við 530.000 børn yngri enn fimm ár og meira enn ein miljón kvinnur hava tørv á matvøruhjálp. Ófriður við ógvisligum harðskapi, høgir matvøruprísir og heimskreppan hava sambært WFP økt matvørutrotið í Kongo. Fólkið. Kongoáin er sum ein ovurstórur bugur ígjøgnum alt landið og er sjálv lívæðrin í landinum. Veðurlagið er lýtt og slavið, mesta fólkið livir av landbúnaði. Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo er eyðkent fyri sermerktu list sína. Kubafólkið miðskeiðis í landinum nýtir skeljar, perlur og raffia - tægrir úr pálmabløðum, tá ið tey gera mátingar - mynstur. Diamantar, kopar og kobolt eru 80 % av inntøkunum í landinum. Landafrøði. Kongo er eitt óføra stórt ríki, men har er fátt við fólki. Hetta kemur av, at stórir partar av landinum eru avvaksnir við veldigum regnskógi, og í regnskóginum er ógvuliga tunnligt við fólki. Norðuri í buginum á Kongoánni eru stórar víddir av vátlendi, sum eru yðjandi fullar av eitrandi mýggjum og flugum. Hesar víddir eru fullkomiliga mannleysar. Savannan norðan fyri og sunnan fyri regnskógin er mangastaðni heilt fjølbygd, tí hon er tað besta búnaðarlandið, har belgiarnir hava havt urtagarðar sínar og hava lært afrikanarnar at handfara jørðina tíðarhóskandi. Landslutir. Landslutir í Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. Søga. Kongolandið var í hjálandatíðini skift ímillum Frakland og Belgiu; Frakland átti landið vestan fyri Kongoánna, og Belgia átti landið eystan fyri Kongoánna. Hin belgiski parturin av Kongo gjørdist sjálvstýrandi tjóðveldi; hann fekk sær Leopoldville til høvuðsstað og kom tí at eita Kongo Leopoldville, men eitur nú Kinshasa. Síðan Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo ella "Kongo Kinsaha" sleit frá Belgia í 1960, hava borgarakríggj og harðrent einaræðisstýrið plágað landið. Hesir tvørleikar og fallandi prísur á útflutningsvørum hava gjørt, at Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo er av fátækastu londum í heiminum. Mannarættindabrot. Sjúkrahús í Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo gera vart við, at higartil í ár (okt. 2012) eru umleið 5000 kvinnur neyðtiknar har norðuri í landinum. Neyðtøkur eru vorðnar støðugt meiri vanligar í Kivu-landspartinum. Myndugleikarnir siga, at neyðtøkumenninir eru fyrrverandi hermenn úr tutsi-ættarbólkinum, sum tóku seg burtur úr stjórnarherinum í apríl. Teir hava neyðtikið kvinnur og burturflutt menn og ungar dreingir og noytt teir at taka lut í bardøgum við stjórnarherin. Amnesty International sigur, at neyðtøkurnar og burturflytingarnar verða brúktar til at ræða fólk við. Kåre Willoch. Kåre Isaachsen Willoch (føddur 3. oktober 1928 í Oslo) er ein fyrrverandi norskur politikar (H). Floksformaður 1970–1974, forsætisráðharri 1981–1986, og handils- og skipaferðsluráðharri í 1963 og 1965–1970. Stórtingsmaður fyri Oslo 1957–1989. Willochs stóri politiski»fíggindi«i 1980'unum var Gro Harlem Brundtland (Ap). Kamelónir. Kamelónir eru skriðdjór og hoyra til oydluslagið. Hesar løgnu oydlurnar eru ógvuliga ymiskar í liti og stødd. Eyguni kunnu snara runt og hyggja at tveimum ymsum lutum í senn. Oydlur fanga sín fong við tunguni, sum er long og kleprut. Summar kamelónir kunnu broyta húðarlit. Hetta gera tær fyri at senda boð til hvørja aðra og fyri at líkjast umhvørvinum, tær eru í. Tað besta kamelónin veit at eta er skordjór, men summum dámar at eta sniglar, oydlur, ormar, froskar og ymiskar plantur. Kamelónir halda til í tropiskum fjallalendi í regnskógum, á grasfløtum og eisini í oyðimørkum í Afrika, Miðeystri, Suðurevropa og Suðurásia. Tær eru eisini innfluttar til m.a. Hawaii, Florida og California. Helvtin av øllum kamelónum (eitt slag av eðlum) í heiminum livir í Madagaskar í Afrika. Hóast tær eru púra vandaleysar, óttast fólkið har í landinum tær, tí kamelónir verða hildnar at vera mannaandar, ið ikki hava funnið hvílu. Kamelónir eru best kendar fyri evni síni at skifta lit, um tær eru bangnar ella illar. Í djóraheiminum eru fá djór, ið hava eins skjóta tungu sum kamelónin. Hon kann fanga eitt flogkykt við tungum í 0,07 sekund. Stjørdal. Stjørdal er bý og kommuna í Trøndelag fylki í Noregi. Stjørdal bý (eisini kallað "Stjørdalshalsen") í botni av Stjørdalsfírði, partur av Trondheimsfírði. Navnið: "Stjør"- (norr.: "stjór",»stór«) og -"dal" (»dalur«). Ísrael. Ísrael ella Ísraelsland (, "Yisrā'el";, '), alment kent sum Ísraelsríki (, "Medīnat Yisrā'el";, '), er eitt land í Miðeystri, statt eystan fyri Miðjarðarhavið. Landið hevur mark við Libanon í norðri, Sýria í ein landnyrðing, Jordan og Vestara Áarbakka í eystri, Egyptaland og Gasageiran í ein útsynning og hevur mong, landafrøðiliga ymisk eyðkenni í lutfalsliga smáa øki sínum. Ísraelska ríkið var sett á stovn í 1948, til tess at jødar um allan heimin skuldu eiga eitt heimland. Ísrael er einasta land í heiminum, har meginparturin av íbúgvunum eru jødar, og er ásett av ísraelsku stjórnini at vera jødiskt fólkaræði. Landsparturin hevur havt fleiri nøvn, sem Palestina, Judea, Samaria, Suðursýria, Sýria Palestina, kongsríkið Jerusalem, landsparturin Judea, Coele-Syria, Retjenu og Kanaan. Ísrael hevur umleið 7,2 mió. íbúgvar, og hevur tvey almenn mál: hebraiskt og arábiskt. Miðallívsævin í landinum er 82 ár. Av teimum 7,2 mió. fólkum, sum nú búgva í Ísrael, eru 20,5 % palestinarábar. Høvuðsstaður er Jerúsalem og aðrir stórir býir er Tel Aviv-Jaffa, Haifa og Rishon LeZion. Rómverjar taka Ísrael. Í 198 f.Kr. tók Antiokius 3., eisini nevndur Antiokius Mikli, sum var kongur í Selevkia (Sýria) ræði í Ísrael. Hann royndi at noyða grikska mentan og trúarlæru í jødiska fólkið. Jødar høvdu ávíst sjálvstýri, sum høvuðsprestarnir stóðu á odda fyri, men nakrir teirra brutu jødiska lóg fyri at toknast selevkum. Í 168 f.Kr. gjørdu jødar uppreistur við Judasi Makkabeusi og brøðrum hansara á odda og settu á stovn egið ríki, sum varð stýrt eftir strongum trúarlógum. Teir tóku høvuðsstaðin, Jerúsalem, settu eitt ráð at stýra og høvdu valdið til 63 f.Kr., tá ið rómverjar tóku Ísrael settu makkabearan Hyrkanus sum landshøvdinga. Í 37 f.Kr. settu rómverjar ráðharra Hyrkanusar, Heródes, sum var hálvur jødi, til kong, og landið fekk navnið "Júdea". Heródes læt m.a. stóra templið í Jerúsalem byggja upp aftur, men hesin prýðiligi bygningurin var fullkomiliga lagdur í oyði, tá ið rómverjar bardu niður ein uppreistur og rændu Jerúsalem í 70 f.Kr. Í mangar øldir sluppu jødar bara einaferð um árið inn í Jerúsalem at biðja framman fyri tí, ið eftir var av tempulmúrinum, Grátimúrinum, og syrgja um býin, teir høvdu mist. Makkabearar bygdu Masada, eitt verndarvirki ovast á einum berligum fjalli sunnanfyri Jerúsalem. Heródes læt Masada byggja um til eina væl varda borg við heitum baði, goymslurúmum og sýnagogu. Tá ið hann doyði, var borgin ikki nýtt longur, men tey, sum livdu eftir, tá ið Jerúsalem varð lagdur oyðin, flýddu hagar. Í trý ár vardu tey seg fyri rómverskum álopum. Tá ið tað umsíðir eydnaðist rómverjum at taka Masada í 73 f.Kr., sóu teir, at tey, sum høvdu vart borgina, høvdu beint fyri sær, tí at tey vildu ikki falla í fíggindahendur. Undir bretskum yvirræði. Rómverska hersetingarvaldið rak jødiska fólkið úr heimlandi teirra Ísrael fyrstu øldirnar e.Kr. Jødarnir búsettu seg í mongum londum í Evropa, men gloymdu ongantíð at teir vóru jødar og hildu fast um samleika sín. Javnan søktu onnur fólkasløg at teimum. Í 19. øld høvdu hesar atsóknir, ella "jødahatrið", við sær, at ein rørsla, ið hevði til endamáls at fáa jødum gamla heimland teirra, Palestina, aftur, varð stovnað. Rørslan varð nevnd sionisma, og fekk stóra undirtøku í t.d. Stóra Bretlandi. Í brævi til Rothschild lord, ein av oddamonnunum fyri bretsku jødunum, kunngerð uttanríkisráðharrin í Bretlandi Arthur Balfour alment, at stjórnin stuðlaði kravinum. Brævið gjørdist kent sum "Balfouryvirlýsingin". Eftir Fyrra Heimsbardaga gjørdist Palestina bretskt yvirvaldsøki eftir at hava staðið undir Osmannaríki í fýrahundrað ár. Næstan alt fyri eitt kyknaði stríð ímillum jødiskar innflytarar og arábarar, sum høvdu búð har í øldir. Í 1937 skutu bretar upp at býta Palestina sundur í tvey ríki, eitt arábiskt og eitt jødiskt, men arábar góðtóku ikki uppskotið. Stovnan. Í øðrum heimsbardaga (1939-1945) týndu týsku nasistarnir einar 6 milliónir jødar. Í 1947 viðtók ST at seta á stovn eitt ísraelskt og eitt palestinskt-arábiskt ríki í Palestina. Ísrael varð lýst sum jødiskt ríki 14. mai í 1948. Fyri tað æt landið Palestina. Stórur partur av arábiska fólkinum varð noyddur at fara úr Ísrael og mátti liva sum flóttafólk. Heimleysir palestinar flýddu til flóttafólkalegur í t.d. Jordan, Gasa, Libanon og Sýria. Arábisku grannalondini stýttu fyri, at ST skuldi leggja seg uppí, og lupu á Ísrael dagin eftir, men vórðu við undirlutan. Fleiri enn 600 000 palestinar gjørdust heimleysir í krígnum. Tí er mikil og áhaldandi fíggindaskapur ímillum ísraelsmenn, palestinar og arábisku grannalondini. Fyri tað, at ísraelska ríkið varð sett á stovn, búðu jødar spjaddir um allan heim. Mangan vóru teir fyri herviligum atsóknum. Eftir annan heimsbardaga fluttu tíggjutúsundtals jødar úr øllum heiminum til Ísraels, heimlandið hjá forfedrum sínum. Friðarsamráðingar. Í friðarsamráðingunum fekk Ísrael alt økið, sum teimum varð lutað í 1947, og mong øki, sum vóru lutað palestinum. Ísrael noktaði at lata palestinum tað, teir kravdu, og arábisku londini noktaðu at viðurkenna Ísrael, og tað elvdi til kríggj í 1956, 1967 og í 1973. Í Seksdagakrígnum í 1967 hersetti Ísrael Gasageiran og Vestara Áarbakka við Jordaná, har yvir ein millión palestinar búðu. Drúgva stríðið í hesum økjum hevði við sær, at palestinar í 1987 birtu í uppreistur, nevndur "intifada", ímóti ísraelska hersetingarvaldinum, men hann varð bardur niður. Í september í 1993 undirskrivaðu PLO-formaðurin Yasser Arafat og ísraelski forsætisráðharrin Yitzhak Rabin Oslo-avtaluna saman við amerikanska forsetanum Bill Clinton. Teir vóru samdur um palestinskt sjálvstýri í bæði Jeriko og Gasa, og at eitt palestinskt ráð skuldi verða valt. Tætt búskaparligt samstarv skuldi verða millum partarnar. Í 1993 viðurkendi Palestina rætt Ísraels at verða til aftur fyri, at ísraelsku myndugleikarnir lovaðu at geva palestinum avmarkað sjálvstýri. Rakettálop. Síðani 2003 eru 9.400 rakettir og spreingivarparar sendir úr Gasa inn í Ísrael (2009). Í 2005 tók Ísrael seg úr Gasa sum ein part av "land fyri frið" politikkinum hjá Ariel Sharon. Túsundatals jødar vóru noyddir at flyta úr húsum sínum í Gasa tí ísraelska stjórning hevði gjørt eina avtalu við palestinsku myndugleikarnar. Heilar ísraelskar bygdir og bygdaløg, á stødd við Klaksvík, vóru javnaðar við jørðina av jødiskum myndugleikum, tí økið skuldi verða givið palestinsku myndugleikunum í Gasa. Hamas hevur ræðið í Gasageiranum. Teir hava sent rakettir í hópatali inn yvir ísraelskar bygdir og sært og dripið nógvar ísraelar hesi seinastu árini. Mestsum hvønn tann einasta dag hava rakettir verið sendar úr Gasa inn í Ísrael. Í 2008 vóru 3278 rakettir og spreingivarparar send úr Gasa inn í Ísrael. Serstakliga býurin Sderot hevur verið dýktur undir í rakettum frá Hamas. Mestsum hvønn dag í 2008 so mong hava íbúgvararnir í Sdereot og aðrastaðni í Suðurísrael verið noyddir at fara í bumbuskýli. Í vápnahvíldartíðarskeiðinum millum Hamas og Ísrael 19. juni til 19. desember í 2008 sendi Hamas 543 rakettir og spreingivarparar inn í Ísrael. Øll hesi raktett- og spreingivarparaálopini úr Gasa hava verið gjørd við tí endamáli at oyðileggja og drepa so nógvar jødar sum gjørligt, børn, kvinnu og menn. Ongi hernaðarmál hava verið nær í námind av har sum rakettirnar hava rakt. Síðani álopini úr Gasa byrjaðu í 2001 hava 28 fólk í Ísrael latið lív, summi av hesum hava verið palestinar og arbeiðarar úr øðrum londum, sum hava arbeitt í Ísrael. Í hesum sama tíðarskeiðinum, 2001-2008 eru 1000 fólk í Suðurísrael særd av somu rakettálopum. Í heili 8 ár hava ísraelsmenn verið dýktir undir í rakettum og spreingivarparum úr Gasa. Politikkur. Ísrael hevur nógv samband við m.a. USA. Kannabis. Marijuana er lógligt í Ísrael um tú hevur læknaváttan. Tikun Olam-fyritøkan hevur serloyvi til at selja marijuana til heilsuendamál. "Ætlan 70 Pluss" er ein roynd at hjálpa eldri við tunglyndi, svøvnmangul, etingarólagi, v.f. Nógv av teimum sum eru við í ætlanini yvirlivdu týningarlegurnar hjá Adolf Hitler, men líða av seinárinum. Hesi eru millum tey sum nú fáa marijuana fyri at fáa kroppin og sinnið at slappa av. Búskapur. Nógvar stórar oyðimerkur eru veltar, og ídnaðurin er nútímans og fjølbroyttur. Ísraelsmenn brýna nógvar diamantar, og fjórðingurin av útflutningsinntøkum landsins eru frá diamanthandli. Óbrýndu diamantarnir verða innfluttir og síðan skildir, brýndir og blankaðir. Fólkið. Næstan helvtin av matinum í Ísrael kemur úr stórum samyrkisbúgvum, Kibbutzum, har mong húski búgva og starva saman. Tey býta alt gerandisarbeiði sínámillum, til dømis reingerð, matgerð og búnaðararbeiði. Soleiðis hava ísraelmenn lagt inn stórt oyðimarkarlendi, sum verður vætað við teldustýrdum vatnveitingum. Av tí at støðugt stríð hevur staðið ímillum Ísrael og palestinar, og landið ofta hevur kríggjast við grannalond síni, eru herur og hertænasta natúrligur partur í lívi ísraelsmanna. 18 ára gomul mega bæði dreingir og gentur gera hertænastu í nøkur ár. Genturnar fáa somu hervenjing sum dreingirnir, men sleppa undan at fara á vígvøllin í bardaga. Av teimum 7 miljónum íbúgvunum í Ísrael, eru 20,5 prosent arábar; umleið ein fimtapartur av íbúgvum Ísraels eru arábar, sum annaðhvørt eru muslimar ella kristin. 1,6 prosent av jødiska fólkatalinum, ið er 8 milliónir, eru kristnir arábarar. Arábiskir borgarar í Ísrael eru frítiknir fyri tænastu í ísraelska herinum. Hetta hevur verið so síðani 1948, tá ið fleiri arábiskar bygdir og býir gjørdust partur av nýstovnaða Ísraelska statinum, og fólkið í hesum bygdum og býum fingu ísraelskan borgararætt. Landafrøði. Ísrael liggur út ímóti eystaru Miðjarðarhavsstrondini. Norðanfyri er Libanon, eystanfyri eru Jordan og Sýria, og í ein útsynning er Egyptaland. Ísrael er langt, smalt land á eysturstrondini við Miðjarðarhav. Landslagið er skiftandi, fruktagóðir dalar, turrar oyðimerkur, fjøll, vøtn og áir. Ídnaðurin í landinum er fjølbroyttur, og landbúnaðurin er framkomin. Ein fjallaryggur norðan úr Libanon og suður ígjøgnum Ísrael skilur strandalendið frá oyðimørkunum eystanfyri. Fjallatindarnir eru kavataktir næstan alt árið, og hagar fara mong ítróttarfólk at aka á skíðum. Á markinum ímillum Ísrael og Jordan er stórt vatn, ið eitur Deyðahav. Hetta er lægsti staður í heiminum (-395 m niðan sjóvar). Kurdar. Kurdar, sum eru 25 milliónir fólk, er ein av fjølmentastu tjóðum í heiminum, sum einki heimland eigur. Teir halda til í hálendinum í marknalendinum ímillum Turkaland, Iran, Irak og Sýria. Kurdar hava leingi barst og berjast enn fyri et fáa egið ríki, Kurdistan. Kurdar hevur eisini sítt egna mál, kurdiskt. Kurdar hava í mong ár stríðst fyri egnum landi, og stríðið millum kurdarnar og turkiska herin hevur kostað nógv túsund mannalív. Flóttafólk. Eitt flóttafólk er ein persónur, sum hevur ein vælgrundaðan ótta fyri at verða forfylgdur vegna ættarslag ella rasu, tjóðskap, tilknýti til ávísan samfelagsbólk vegna sína átrúnaðarligu ella politisku sannføring. Fólk, ið eru flýdd í annað land undan kríggi ella politiskum, átrúnaðarligum ella mentanarligum atsóknum. Tollaksmessa. Tollaksmessa er 23. desember. Heitið tollaksmessa ella tollaksmessudagur verður nýtt í Føroyum og í Íslandi. Danir og norðmenn rópa dagin "Lille juleaften", og hetta heitið, lítli jólaaftan, hevur eisini fest rót í Føroyum. Tollaksmessudagur er uppkallaður eftir íslendskum biskupi, nevndur Tollakur Tórhallsson, sum varð føddur á Líðarenda í Íslandi í 1133, og doyði tann 23. desember 1193. Tollaksmessudag løgdu fólk seinastu hond á jólafyrireikingarnar. Í Føroyum gjørdu konurnar klædnapløggini liðug, sum skuldu latast børnunum í jólagávu. Eisini munnu tey hava fyrireika jólamatin og baking, sum skuldi nýtast á jólum. Afrikaans mál. Afrikaans er eitt av vesturgermansku málunum, frábrigdi av niðurlendskum. Móðurmál hjá sløkum 6 000 000 fólkum, harav góðum 5 800 000 í Suðurafrika. Alment mál í Suðurafrika og Namibia. Tað er fyrst og fremst móðurmál hjá teimum sonevndu boarunum, sum komu úr Niðurlondum til Suðurafrika frá miðjari 17. øld og úteftir. Suðurafrika. Tjóðveldið Suðurafrika (afrikaans: "Republiek van Suid-Afrika", enskt: "Republic of South Africa", v.f.) er stórt land í syðra Afrika við umleið 48 mió. íbúgvar. Í Suðurafrika eru tríggir høvuðsstaðir: ríkisfyrisitingin er í Pretoria, dómstólarnir í Bloemfontein og tingið í Høvdastaði. Í norðri hevur Suðurafrika mark við Namibia, Botsvana og Simbabvi, í eystri við Svasiland og Mosambik, og í suðri og vestri við Atlantshav og Indiahav. Kongsveldið Lesoto liggur inni í landinum. Miðallívsævin í landinum er 48.89 ár. Johannesburg er størsti býur í Suðurafrika. Í Johannesburg og økinum rundanum búgva 9 mió. fólk. Suðurafrika er tað landið í heiminum, ið høggur mest gull. Landið er eisini eitt av ríkastu londum í Afrika. Apartheid-politikkur. Alt frá fyrsta degi setti samveldisstjórnin í Suðurafrika sær fyri at skilja allar rasur í ríkinum sundur: hvít, indarar, litt og svartar afrikanarar. Í jarðarlógini fyri tey innføddu frá 1912 fekk svarta fólkið rætt til 13 % av landbúnaðarlendinum í Suðurafrika. Meginparturin var ónýtilig landbúnaðarjørð, og mangir afrikanar vórðu noyddir at arbeiða hjá teimum hvítu fyri sera lága løn. Suðurafrikanski ídnaðurin, sum varð bygdur á gull og diamantnámsvinnu, vaks 600 % frá 1930-1950. Vøksturin stóðst fyrst og fremst av bíligari afrikanskari arbeiðsmegi. Tá ið afrikanarar skuldu úr heimlondum sínum og inn í býirnar, skuldu teir hava pass uppi á sær. Í so at siga øllum størvum fyri tey hvítu, sluppu afrikanarar als ikki upp í part. Frá 1936 kundu teir fáu svørtu afrikanararnir, sum enn høvdu valrætt í Høvdalandi, bara velja á einstøkum valum, har teir fingu trý hvít umboð í tjóðartingið. Tað lógina hevði suðurafrikanski flokkurin, ið Jan Christian Smuts (24. mai 1870–11. september 1950) var formaður í, sett í gildi. Teir taptu tjóðartingsvalið í 1948, og Tjóðskaparflokkurin vann. Stevnuskrá hansara var at skipa eitt samfelag við uppaftur størri skilnaði ímillum fólk. Hesin politikkur varð nú nevndist apartheid, "rasuskilnaður". Vend kemur í apartheid-politikkin. Apartheidskipanin varð alla tíðina valdsstýri. Men at enda kundu herurin og løgreglan hjá hvítu minnilutastjórnini ikki longur kúga mótmælisrørsluna, sum breyt seg fram í 1980-árunum. Í 1980-árunum tóku alsamt fleiri og fleiri undir við, bæði innanlendis og í útlondum, at fáa enda á apartheidskipanini í Suðurafrika. Í 1989 valdi Tjóðskaparflokkurin, ið mannaði stjórn, nýggjan formann, Frederik Willem de Klerk (18. mars 1936-). Í februar 1990 læt hann Nelson Mandela (18. juli 1918-) leysan, sum var formaður í landsins størstu andstøðurørslu, Afrikonsku Tjóðskaparfylkingini ANC. Hann góðkendi ANC og 30 aðrar politiskar felagsskapir. Í 1991 fór de Klerk at seta úr gildi apartheidlógirnar. Ógvisligur politiskur harðskapur seinkaðu framstigunum, og stríð varð ímillum ANC, stjórnina, víðgongdar felagsskapir og tjóðskaparligar minnilutarørslur, helst inkatha-frælsisflokkin hjá sulum. Men uppskotið til stýrisskipanarlóg varð liðugt í november í 1993, og í desember varð skiftisráð mannað við umboðum úr mongum flokkum. Hetta ráðið stýrdi saman við stjórnini at gera alt til reiðar seinastu mánaðirnar fyri valið í 1994, tá ið allir suðurafrikanarar á fyrsta sinni høvdu valrætt. ANC vann valið, og Nelson Mandela gjørdist forseti í Suðurafrika. Í 1994 setti Suðurafrika hvítu minnilutastýrisskipan sína úr gildi og tók við fjølmentaðari meirilutastýrisskipan. Afrikanski Tjóðskaparflokkurin (ANC) stóð á odda fyri stjórnini. Síðan 1948 hevði suðurafrikanska stjórnin rikið rasuskilnaðarpolitikk, og bara tey hvítu høvdu havt alt valdið. Sum frá leið avbyrgdi umheimurin Suðurafrika, og rasuófriðurin í landinum vant upp á seg. Síðan ANC-ovastin Nelson Mandela var valdur til forseta í Suðurafrika, er apartheidskipanin tikin av, og umheimurin hevur aftur tikið upp samband við landið. Politikkurin í Suðurafrika hevur ávirkað alt syðra Afrika. Suðurafrika royndi at steðga menningini í grannalondunum, ið vóru ímóti apartheid. Landið stuðlaði uppreistrarliðum, sum bardust ímóti stjórnini í Angola og Mosambik og hjálpti teimum, ið vórðu ímóti, at tey svørtu fingu politiska valdið í Simbabvi og Namibia. Tá ið apartheidpolitikkurin varð tikin av av í 1994, batnaðu viðurskiftini ímillum Suðurafrika og grannalondini. Fólkið. Hóast landið er ríkt, livir stórur partur av fólkinum í fátækradømi. Ovurstórur munur er á vælferð og lívskorum fólksins. Í Cape Town ríkir ídnaðarharrar og stórbøndur; í Kalaharioyðimørk veiðifólk og savnarar. Í Suðurafrika búgva áleið 47 milliónir fólk. Av teimum eru 79,6 % svørt. 9,1 % hvít, 8,9 % litt og 2,5 % indar. Mong fólkasløg búgva í Suðurafrika, og har eru 11 almenn mál. Eitt av hesum fólkasløgum, ndebela, er gitið fyri sermerktu hús síni, ið eru prýdd við litføgrum mátingarligum myndum. Konufólkini røkja húsini, og tey mála útveggirnar á hvørjum vári. Í Suðurafrika hevur verið vanligt, at konufólkið hevur havt ábyrgd av at hildið hús, umframt at dyrka jørðina. Mong mannfólk í Suðurafrika eru heiman upp í eitt og tvey ár í senn og arbeiða í námum og í býunum, tí eru næstan bara konufólk eftir í bygdunum. Tey fáa tí alt meiri ábyrgd av húsi og heimi. Ein liður í illa lýdda og órættvísa apartheidpolitikkinum var, at svartir verkamenn og húski teirra vórðu noydd at flyta úr stóru býunum og skuldu búgva í serligum býarøkjum langt burtur frá arbeiðsplássi sínum. Størsta og kendasta býarøkið er Soweto. Har búgva fleirri enn ein millión fólk. Hvønn einasta dag mega svartir arbeiðarar koyra í tímar í fullum bussum og tokum úr Soweto til námini og ídnaðarvirkini í grannabýnum Johannesburg. Tá ið apartheidskipan var í gildi, var eisini rasuskilnaður í ítrottarkappingum. Svørt og hvít sluppu ikki at vera á sama liði. Tað hevði við sær, at Suðurafrika slapp ikki við í altjóða ítróttarkappingar. Í 1995 vann Suðurafrika landsliðið, nevnt Springboks, heimsmeistaraheitið í rugby. Best dámdu ítróttir í Suðurafrika eru fótbóltur, kurvabóltur og rugby. Landafrøði. Í Suðurafrika eru tríggir høvuðsstaðir: ríkisfyrisitingin er í Pretoria, dómstólarnir í Bloemfontein og tingið í Høvdastaði. Veðurlagið er lýtt og turt, og jørðin er fruktagóð. Landslagið er fjølbroytt, her eru oyðimerkur, regnskógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll. Í øllum Suðurafrika fara fólk av bygd til býirnar at fáa arbeiði. Í Johannesburg búgva nú fleiri enn 9 milliónir fólk, og hann er næst størsti býur í Afrika. Keiro er størstur. Búskapur. Niðri í námunum verða boraðar og skotnar stórar gongir, har gullmálmurin verður høgdur. Verkafólk og útgerð verða flutt í stórari lyftu ígjøgnum námsopið. Nógvur ídnaður er í landinum, og har er nógv fíggjarvirksemi, tí er búskapurin í Suðurafrika tann sterkasti og fjølbroyttasti í øllum Afrika. Men stóri fólkavøksturin og vaksandi arbeiðsloysi leggja trýst á vælferðina. Arbeiðsloysið er stórt. Nú á døgum er 24,3 % av fólkinum er arbeiðsleys (sambært í 2007). Alla 20. øld er næstan helvtin av øllum gulli í heiminum komin úr gullnáminum í Witwatersrand við Johannesburg. Enn kemur triðingurin av øllum gulli, høgt verður í heiminum, haðan. Diamantar og onnur dýr steinsløg verða eisini vunnin í Suðurafrika. Ferðafólk úr øllum heiminum koma til Suðurafrika at síggja sjáldsama dýrameingið og fagra, stórsligna landslagið. Politikkur. Jacob Zuma var forseti í Suðurafrika frá 2009-2018. Zuma varð noyddur at leggja frá sær í februar í 2018, og síðani hevur Cyril Ramaphosa verið forseti í Suðurafrika. Zuma er millum annað ákærdur fyri at hava tikið ímóti mutri frá einari franskari vápnafyritøku í nítiárunum. Ákærurnar eru í 16 punktum, og tær eru um mutur, svik og peningahvítting. Harðskapur. Har er nógvur harðskapur. Í Suðurafrika verður eitt barn neyðtikið triðja hvønn minutt, og aids spjaðist við ferð. Neyðtøka er so vanlig, at fjórði hvør maður viðgongur at hava neyðtikið eina kvinnu. Nógvir dreingir halda ikki, at tað er harðskapur at noyða gentur í song við sær, og ein triðingur av teimum halda seg enntá vita, at gentum dámar at verða neyðtiknar. Hvørt ár verða 200.000 børn neyðtikin í landinum. Mannarættindi. Hægstirættur í Suðurafrika kom í desember 2005 við einum úrskurði sum segði at tað var ímóti grunnlógini at forða samkyndum í at gifta seg. Hetta gjørdi at Suðurafrika er tað fyrsta landið í Afrika sum góðtekur hjúnaløg fyri samkynd, og hetta er í einum heimsparti har tað í flestu londum enn er eitt tabu at tosa um samkynd. Cape Town. Høvdastaður (føroyskt heiti), Cape Town (enskt heiti), Kaapstad (afrikaans heiti) ella iKapa (xhosa heiti) er høvuðsstaður í Suðurafrika. Høvdastaður á Høvdanesi er undir stórsligna Taffelfjallinum. Á Høvdanesi vaksa mangar plantur og blómur, sum ikki vaksa aðrastaðni í heiminum. Søga. Í 1652 sendi Niðurlendska Eysturindiafelagið 80 niðursetumenn við Jan van Riebeeck á odda at leggja grundarlag undir eina handilsstøð á syðsta útnesi í Suðurafrika. Støðin skuldi verða útgerðarhavn hjá skipum, sum sigldu úr Evropa til Ásia og heimaftur. Býurin var tætt við Góðvónarhøvda, og varð nevndur Cape Town. Tað var trupult hjá niðursetumonnunum í fyrstuni, men í 1680-árunum komu hugenottar, sum vórðu flýddir undan átrúnaðarjagstran í Fraklandi og búsettu seg har. Tá gjørdist teir fjølmentari og betur gekk í hond. Frá byrjan var kaldligt ímillum evropear og afrikanar. Niðursetumenninir settu afrikanarar at arbeiða fyri seg og fóru at keypa trælir úr Guinea, Madagaskar og Angola. Í 1690-árunum løgdu um 200 skip at í havnini í Cape Town um árið. Johannesburg. Johannesburg er býur í Suðurafrika. Í Suðurafrika eru tríggir høvuðsstaðir: Ríkisfyrisitingin er í Pretoria, dómstólarnir í Bloemfontein og tingið í Høvdastaði. Men búskapar- og ídnaðarmiðdepilin í landinum er Johannesburg, eisini nevndur "Gullbýurin". Gullnámini djúpt undir jørð hava veitt býnum øgiligt ríkidømi, tað hevur so lutvíst verið nýtt til at menna nógva ídnaðin í býnum, har teir gera bilar, meskinur, virka klæði og hava nógvan hátøkniídnað. Harry Potter og vitramannasteinurin. Harry Potter og vitramannasteinurin "(enskt: Harry Potter and the Philosopher's Stone)" er fyrsta av metsølubókunum um Harry Potter, sum 11 ára gamal verður bjargaður undan óreinu stjúkforeldrunum og fær at vita, at hann er ein gandakallur. Hann fer í Hogwarts, skúlan fyri gandakynstur og galdralist og fer í bardaga móti teimum óndu, ið liggja honum eftir lívinum. Mekka. Mekka, har Muhammed profetur varð borin í heim, og sum er halgasti býur islams, er vestarlaga í Saudiarábia. Á hvøjum ári gera um ein millión muslimar úr øllum heiminum pílagrímsferð til Mekka og fara í Kabuna í stóru moskuni í býnum. Hetta er størsti halgidómur hjá muslimum. Allir muslimar eiga at gera pílagrímsferð, "hadj", til Mekka í minsta lagi einaferð. Riyadh. Riyadh "(Arábiskt: الرياض ar-Riyāḍ)" er høvuðsstaður Saudi-Arábias. Riyadh hevur 5,7 mió íbúgvar. Meksiko. Sameindu Meksikonsku Statirnir (spanskt; "Estados Unidos Mexicanos") er eitt land í Norðuramerika við umleið 109 mió íbúgvum. Meksiko hevur mark við USA, Guatemala og Belis. Í Meksiko talar fólkið spanskt, av tí at Meksiko fyrr var spanskt hjáland. Hóast nógv olja og gass eru í Meksiko, er landið fátækt. Harðskapurin og lógloysið í Meksiko versna støðugt, og støðan hevur ongantíð verið so ring sum nú, hóast myndugleikarnir hava sett bæði løgregluna og herin inn í bardagan ímóti lógloysinum. 13. januar 2009 bleiv kunngjørt, at næstan 5.400 meksikanskir løgreglumenn lótu lív í tænastu í 2008, og at tað var meiri enn tvær ferðir so nógv sum í 2007. Søga. Landið hevur eina ríka søgu við t.d. Maya- og Inkamentanini. Tá ið spaniamenn komu hagar í fyrru helvt í 16. øld, týndu teir hesi gomlu ríki og ráddu í landinum, til tað tók loysing frá Spania í 1821. Í 1840-árunum legði USA stór øki undir seg í Meksiko, og tá ið av tornaði, høvðu meksikanar mist helmingin av egnum landi. USA legði undir seg londini, sum nú á døgum eita New Mexico, Arizona, Utah, Nevada, Texas og Kalifornia. Í 1858 brast borgarakríggj á ímillum afturhaldssinnað og frílynt í Meksiko. Oddamaðurin fyri teimum frílyntu, Benito Juarez (21. mars 1806 – 18. juli 1872), løgfrøðingur av indiánskari ætt, gjørdist forseti. Herdeildir hansara sigraðu á teimum afturhaldssinnaðu í 1860, tí at hann hevði lánt pening til hernaðarútgerð úr útlondum. Frakland, Spania og Stóra Bretland gjørdu innrás í Meksiko at noyða landið at gjalda teimum lánini aftur. Spania og Bretland tóku seg burtur úr stríðnum; men í 1863 tóku franskar herdeildir Meksikobý. Franski keisarin Napoleon 3. (20. apríl 1808 – 9. januar 1873) setti eysturríkska erkihertugan Maximillian (6. juli 1832 – 19. juni 1867) sum keisara í Meksiko. Herdeildirnar hjá Juarezi vunnu á fraklendingum í 1867, og Maximillian varð avrættaður. Juarez varð aftur forseti og sat til hann doyði í 1872. Eftir fyrra heimsbardaga fóru stjórnirnar í londum í Latínamerika at kvíða fyri vaksandi megi USA, og at peningavaldið og ídnaðurin har skuldu fáa fastatøkur á londum teirra. Í Meksiko høvdu oljufeløg úr Sambandsríki Amerika gjørt so stórar íløgur í oljuvinnu, at tey stýrdu meksikonsku stjórnini og fingu møguleika at hótta við at leggja seg upp í innanlandsviðurskifti við hermegi. Í 1934 tók nýggjur forseti Lázaro Cárdenas við í Meksiko. Hann gjørdi víðtøknar nýskipanir í landbúnaðinum og ognartók og læt til dømis 18 milliónir hektarar av jørð til felagsnýtslu í bygdunum. Í 1938 tjóðartók Cárdenas amerikonsku og bretsku oljufeløgini í Meksiko, og um alt landið fegnaðust fólk um hesa gerð. Cárdenas gav ikki eftir fyri endurgjaldskravi og hóttanum úr Sambandsríki Amerika og Stóra Bretlandi, men fór í staðin at samráðast við onnur lond um oljusølu, til dømis Italia og Týskland. Búskapur. Kríggj hevur ikki verið ímillum londini í Norðuramerika í yvir 150 ár. Stutt síðan samdust Meksiko við USA og Kanada um at taka av allar handilsforðingar og lata marknaðin upp fyri útflutningi hvør frá øðrum. Enn er tíðliga at siga, hvørja ávirkan avtalan hevur havt á búskapin í londunum. Men hon er komin illa við hjá meksikonskum bóndum, tí at bíligar búnaðarvørur úr USA floyma inn á marknaðin í Meksiko. Fyrimunurin er, at matur verður bíligari at keypa hjá fátæka fólkinum. Ferðamannavinnan er ein av størstu inntøkukeldunum í Meksiko. Fólk koma úr øllum heiminum at síggja Chichén Itzá, Tenochtitlán, Palenque og aðrar býir úr gomlum døgum, sum blómaðu í Mayaríkinum og Astekaríkinum. Heiti sjógvurin og stóru sandstrendurnar í frítíðarbýunum Acapulco og Cancun draga eisini mong ferðafólk til sín. Í 1976 varð nógv olja funnin fram við strondini í Meksikoflógva, og nú á døgum er Meksiko fimtstørsta oljuland í heiminum. Um 3000 oljuboripallar eru nú í flógvanum. Tætt sunnan fyri markið móti USA eru einar 2000 verksmiðjur, kallaðar "maquiladoras". Her verða bilar, teldur, skógvar og aðrar hálvlidnar vørur savnaðar og gjørdar lidnar, næstan alt verður flutt út. Útlendingar eiga flestu verksmiðjurnar, og tað er bíliga arbeiðsmegin í Meksiko, sum lokkar. Maquiladoras geva væl av inntøku hjá Meksiko og gera sítt til, at búskapurin í landinum ikki bara byggir á oljuna. Í Meksiko eru eisini mong metal, til dømis jarn, sink, kopar, og einki annað land í heiminum vinnur so nógv silvur sum Meksiko. Matur. Maturin, meksikanar eta, er sterkt kryddaður, helst við reyðpipari ella chili. Grønmetið og fruktina dyrka teir mest sjálvir, til dømis avokado, bønir, tomatir og mais. Tortilla er pannukøka, ið verður bakað av maismjøli og fylt við kjøti ella grønmeti og osti. Aftur við høsnarunga hava meksikanar sterka sós, mole, gjørd av reyðpipari og sjokulátu. Listhandverk. Indiánsku fólkasløgini í Meksiko eru gitin fyri at duga væl at veva og baldýra. Blátt, reytt og svart eru vanligastu litirnir í gomlu meksikonsku mynstrunum. Listafólk. Ein av kendastu listafólkunum úr Meksiko er listakvinnan Frida Kahlo (1907 - 1954). Hon málaði surrealistiskt og var serliga kend fyri tær mongu sjálvsmyndirnar, ið hon málaði. Maður hennara, Diego Rivera (1886 - 1957) var eisini ein kendur listamaður. Fólkið. Enn liva indiánsk fólkasløg í Meksiko, men mesta fólkið er "mestitsar" - Fólk ættað frá sponsku niðursetufólkunum og indiánum. Um helvtin av fólkinum er undir 19 ár, og fólkið fjølgast ógvuliga skjótt. Tað hevur við sær, at ov nógv fólk verður í býunum. Avmarkað dyrkilendi er í Meksiko, og landið er ikki ført fyri at útvega nóg mikið av mati til alt fólkið. Tó at flestu meksikanar eru katolikkar, hava teir enn siðir úr gomlum indiánskum átrúnaðum, og á mongum stevnum vera kristnir og indiánskir siðir brúktir hvør um annan. Landafrøði. Landið er umleið 2 mill. ferkilometrar, ella 1.500 ferðir so stórt sum Føroyar. Landslagið í Meksiko er fjølbroytt. Fyri norðan eru víðar oyðimerkur, í miðjum landi fjøll við kava á og stórur háslætti og tropiskur regnskógur fyri sunnan. Lógloysi. Í 2017 vóru fleiri enn 29.000 dráp skrásett í Meksiko. Tølini vóru almannakunngjørd av meksikanska innlendismálaráðnum í januar 2018 og er tað hægsta talið, ið er skrásett, síðan landið byrjaði at skráseta drápstal í 1997. Longu í november 2017 varð staðfest, at 2017 hevði sligið gamla metið frá 2011, har talið var 27.213. Końskowola. Końskowola er ein bygd í landsynnings Póllandi. Końskowola hevur 2 188 íbúgvar (2004). Hon var grundað í 12. øld við navninum "Witowska Wola". Navnið Koriskowola er frá 1442, og kemur tað av orðinum "Wola", sum var ein býlingur, og av navninum hjá táverandi eigaranum, Jan Koniriski. Bygdin er ein landbrúksbygd. Í býnum finnast tað tvær kirkjur, sum vóru bygdar í 1513 og 1670. Tað finnast enn leivdir at tí lutherska kirkjugarðinum. Meksikobýur. Meksikobýur (Ciudad de México) er høvuðsstaður í Meksiko. Hesin býur er heilt inni í landinum, og hann er 2.310 m yvir havinum. Meksikobýur er millum teir størstu býirnar í verðini. Hildið verður, at har búgva fleiri enn 21 milliónir fólk í øllum Meksikobýi í 2014, sum fevnir um næstan 8000 km2. Býurin var eisini høvuðsstaður hjá astekum, og tá stóð á oyggjum úti í einum stórum vatni- nú er vatnið fyri tað mesta uppturkað. Býurin er vaksin óføra skjótt, og við sínum 8,8 mill. er hann ein av størstu býum á jørðini. Tað eru nógv ídnaðarvirki í býnum, og nógv ferðafólk vitjar hagar á hvørjum ári. Utah. Utah er ein lutstatur í USA við 2,7 mió íbúgvar. Eyknevni er Býfluguhússtaturin (enskt: "The Beehive State"). Høvuðsstaðurin eitur Salt Lake City. Býurin eitur eftir Stóra Saltvatni, sum er so salt, at fiskur kann ikki liva í tí, men so vinna teir harafturfyri nógv salt úr tí. Eitt annað stórt vatn, Utahvatn, er har á leið, men í tí er vatnið ikki salt. Í stakríkinum Utah hoyra 77 prosent av fólkinum til Jesu Kirkju av Seinastu Daga Heilagu ella mormonkirkjuna, sum hon vanliga verður nevnd. Indiánarnir. a> ættarbólkar, sum vit hava sæð í cowboyfilmum og lisið um í bókum. Áðrenn evropearar komu, búðu indiánarnir í størsta partinum í statinum, sum nú verður nevnt Utah. Indiánarnir vóru vápnaðir við boga og ørvum, knívum og gøssum. Nógvir høvdu eisini tomahawk. Tomahawk var øks við steinhøvdi ella jarnhøvi. Í 18. øld keyptu teir eisini skotvápn frá evropeiskum keypmonnum. Í tipunum var rúmsátt. Har vóru ból, brenni og øll neyðug útgerð. Tipurnar vóru gjørdar úr bisonhúð. Beinnálir hildu húðunum saman. Nógvir indiánar í Utah vóru eisini dugnaligir handverkarar. Teir gjørdu vakurt skrýdd pløgg og høvuðsprýði. Konurnar høvdu nógv at siga í ættini. Tær fingu til vega mat, seymaðu klæði og ansaðu børnum. Í Hopiættini í Suðurutah áttu konurnar eisini húsini og skipaðu fyri, hvussu bygt varð í bygdini. Landafrøði. Í Súlnadali, Monument Valley, í Suðurutah stinga merkisverdar grótsúlur seg upp úr lendinum víða hvar. Vindur og sandur hevur máað burtur av helluni, men av tí at allur steinur er ikki líka harður, stendur harði steinurin eftir. Í øldir hava fólk byrgt áir og grivið brunnar at veita vatn á oyðimerkurnar í Utah. Nógvastaðni, har oyðimørk var fyrr, er nú vallað og fruktagott lendi. 30 Seconds To Mars. 30 Seconds To Mars er eitt amerikanskt alternativt metal orkestur ið er mannað av Jared Leto, Shannon Leto og Tomo Milicevic. Søga. Í 1998 komu beiggjarnir Jared og Shannon Leto saman at stovna bólkin "30 Seconds To Mars". Jared Leto hevur leiklutin sum forsangari og gittarspælari, og bróður hansara, Shannon, slær trummur. Tað gekk ikki long tíð áðrenn Matt Wachter kom við sum bassistur og keyboardspælari. Hetta gjørdi, at ferð kom á, og bólkurin fekk longu nú gyltar møguleikar. Tá ið Tomo Milicevic tók við sum guitaristur, var 30 Seconds To Mars fullmannað. Tunesia. Tunesia (arábiskt: "الجمهورية التونسية" ella "Al-Jumhūriyyah at-Tūnisiyyah") er ímillum Algeria og Libya og er minsta land í Útnyrðingsafrika. Høvuðsmálið er arábiskt. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning. Størsi býurin og høvuðsstaður er Tunis. Aðrir stórir býir er Sfax, Ariana, Sousse og fornaldar býurin Karthago. Búskapur. Til stóra prísfallið var á olju í 1980-árunum, vóru olja og gass nógv størsta inntøkukelda hjá Tunesia. Nú eru klæði og landbúnaðarvørur eisini vorðin týðandi táttur í búskapinum. Tunesia er ímillum tey lond í heiminum, sum gera mest av kalsium-fosfati, ið verður nýtt í evnafrøðiídnaði og til handilsstøð. Mesti ídnaðurin er í høvuðsstaðnum Tunis og uttan um hann. Um tveir triðingar av landinum eru búnaðarlendi, men lítið avfall ger, at nógvastaðni hevur verið neyðugt at leggja vatnveitingar. Mest verður dyrkað av hveti og byggi, aldinfruktum, vínberum, fikum, dadlum og oljuberum. Tunesia er ímillum tey lond í heiminum, sum gera mest av olivinolju. Hóast nógv hevur verið gjørt til tess at menna landbúnaðin, má landið flyta inn týðandi matvørur. Lýggir vetrar og mangir søguligir staðir lokka á hvørjum ári mong ferðafólk til Tunesia. Til 1976 var ferðavinnan tann vinnugrein, ið gav landinum mest av fremmandum gjaldoyra. Fyrst í 1980-árunum kom stígur í ferðavinnuna, men nú gongur framá aftur, og 4 milliónir fólk koma hagar um árið. Landsmyndugleikarnir hava stuðlað at byggja út frítíðarstaðir og gistingarhús, tí vinnan veksur so skjótt. Mangir túsund tunesar starvast í ferðavinnuni. Flestu ferðafólk koma úr grannalondunum, Libya og Algeria, og úr Evropa. Bíligir flogferðaseðlar og longsulin eftir fremmandum frítiðarstaðum hava gjørt, at nógvir evropearar fara til Tunesia at ferðast. Søga. Síðan fornøld hevur Tunesia havt tætt samband við Evropa. Tað var miðdepil í stórveldinum Karthago í 4. øld f. Kr. og gjørdist seinni partur í máttmikla Rómverjaríkinum. Í 7. øld e. Kr. gjørdu muslimskir arábar innrás í Tunesia, og fyrst í 1880-árunum tóku franskar herdeildir landið. Tunesia gjørdist frælst ríki í 1956. Síðan tá hevur landið fingið nýggja stýrisskipan, og fleirflokkatingræði er sett í gildi. Trúarfrælsi. Í 2014, trý ár eftir, at Arábiska várið byrjaði í Tunesia, er grundlógartingið nær við at staðfesta eina nýggja grundlóg. Nýggja grundlógin hevur ikki islam sum týdningarmestu rættarkeldu, men sum sigur, at landið skal verja tað heilaga. Pláss er ikki fyri sharialóg í grundógini, og tað er nakað, sum átrúnaðarligir minnilutar siga er kærkomið. Grein seks í lógini bannar allari ákæru um fráfall og eggjan til harðskap, samstundis sum bæði Koranin og Muhammedslæra verða frávístar sum rættarkelda. Umframt at landið í grundlógini skal “verja tað heilaga”, so skal tað sambært henni eisini hava ábyrgd av átrúnaði og samvitskufrælsi. Rómversk-katólska kirkjan hevur sagt seg stuðla nýggju lógini, tí hon sær út til at tryggja trúarfrælsi. Matur. Tunesisk matgerð er ávirkað av arábiskum, turkiskum og fronskum matsiðum. Tjóðarrættur er "couscous", ið er blandingur av semuljagrýnum, kjøti og grønmeti. Sterkt kryddaðir grýturættir, "tajines", kókaðir í leirgrýtu, er eisini væl dámdur matur. Omaná eta tunesar frukt, dadlur fyltar við mandludeiggi ella baklava, ið er nøtar- og hunangskøka. Vanligasti drykkur er sterkt, svart kaffi ella myntte. Siður er, at eftir arbeiðstíð fara mong mannfólk á kaffistovu at hitta vinir og drekka kaffi. List og handverk. Lívligastu býarpartarnir í einum tunesiskum býi eru marknaðirnir, nevndir "souk". Teir eru sum villiniborg av smølum, krókutum gøtum, har ið yður í keypmonnum og handverkarum, sum selja vørur sínar. Her ber til at keypa alskyns lutir, ið eyðkenna tunesiska list og handverk, til dømis koparketlar, teppi, leðurvørur, prýði og baldýrkað klæði. Í øðrum búðum selja tey fisk, kjøt, frukt og grønmeti. Landafrøði. Meginparturin av teimum 10 milliónum fólkunum í Tunesia búgva í smala strandgeiranum út ímóti Miðjarðarhavi. Her er veðurlagið lýtt og slavið um veturin og heitt og turt um summarið: tí er strandalendið betur egnað til landbúnað enn lendið inni í landinum. Tunesia hevur mark við Libya og Algeria. Landslutir í Tunesia. 3. Ben Arous 18. Sidi Bou Zid Uroterapi. Uroterapi (eisini nevnt amaroli) er viðgerðarháttur, ið vanliga verður nýttur móti krabbameini. Framferðarhátturin er hann, at sjúklingurin hvønn morgun drekkur millum ein sjatt og upp í eitt glas av egnum landi. Tað er evnið urea, ið skal virka fyribyrgjandi. Tað sigst, at eins egna land er tað besta, tí tað passar best til ein sjálvan. Í 1950'unum granskaði grikski læknin Evagelos Danopoulos í uroterapii og kláraði í tveimum førum at grøða krabbasjúklingar. Uroterapi er fleiri túsund ára gamal viðgerðarháttur, og í summum samfeløgum verður land enn í dag drukkið sum heilsudrykkur. New York City. New York City (enskt: "The City of New York"), ella bara New York, eisini Nýjorvík, er ein býur í stakríkinum New York í USA. Býurin, sum er ein av heimsins størstu býum, hevur umleið 8,4 mió. íbúgvar og verður útjaðarin roknaður uppí, búgva 19 mió. fólk har. New York City er kendur sum "býurin, ið aldri svevur" ella "the Big Apple" (tað stóra epli). Hann er eisini kendur fyri nógvu søvnini, sjónleikarhúsini, matstovurnar og viðarlundirnar. Mong máttmikil fleirtjóðafeløg hava høvuðssæti í New York City. Sameindu Tjóðir, "ST", hava eisini høvuðssæti har. ST aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í New York. Søga. New York varð fyrst bygdur av hálendingum í 1624 á eini oyggj í Hudsoná, teir nevndu hann "Nieuw Amsterdam". Í summarið 1639 kom Jónas Bronck (1600–1643) til hálendska hjálandið Nieuw Nederland. Hann keypti eitt stórt øki hinumegin "Harlem River", har býarparturin Bronx liggur í dag. Bronck var tann fyrsti í hjálandinum Nieuw Nederland, sum bygdi hús á norðuramerikanska meginlandinum. Summir halda, at Bronck var føroyingur, ættaður úr Tórshavn. Men tey flestu halda nú, at hann er av svenskum uppruna. Í árinum 1664 tóku onglendingar býin, og fekk hann tá navnið, hann nú hevur. Havnarplássið var gott, og eftir at teir í árunum 1818-1825 høvdu grivið eina langa skipagryvju millum Erievatn og Hudsoná, lá býurin líka væl fyri útflutningi sum innflutningi, so hann vaks skjótt. Í 1904 vóru komnir um ein millión innflytarir til USA um árið. Flestu innflytararnir komu fyrst til Ellis Island úti fyri New York, áðrenn teir sluppu at halda fram ferð síni. Fyrsta, innflytarar fingu eyga á, tá ið teir sjóvegis komu til USA, var Frælsisgudinnuna (enskt: "Statue of Liberty") við tí lýsandi kyndlinum. Hon er 46 m. høg, hon verður eisini brúkt til vita. Tá ið amerikanarar bygdu síni tiltiknu háhús, eitt nú Empire State Building í 1929-31, og tríggjar brýr um Harlem River í býnum, varnaðust nakrir arbeiðstakarar av tilvild, at mohawk-indianarar av irokesara-ætt toldu at arbeiða í fleiri hundrað metra hædd, uttan at ørilsi kom á teir. Ofta vóru tað indianarar og fólk úr teimum lægstu sosialu stættunum, ið fingu tann hættisliga kjansin. Byggifyritøkan skuldi brúka lyftarar, ið skuldu standa rættiliga langt uppi yvir Harlem River. Hesir indianarar gjørdu so sítt til, at hesi veldigu bygningsverkini vórðu liðug eftir mettíð. Irokesarar og mohawkar ræðast ikki hæddir og vórðu og verða brúktir sum serlærdir, sera fimir arbeiðarar hjá byggivinnuni. 11. september 2001. Tann 11. sept. í 2001 var Sambandsríki Amerika rakt av yvirgangsatsókn. Fyrst fleyg eitt flogfar inn í norðara tornið á Manhattan, men 15 minuttir seinni, áðrenn nakar hevði funnið út av, hvat veruliga fór fram, fleyg eitt annað flogfar inn í hitt tornið. Ein tíma seinni rendi eitt triðja flogfar niður í Pentagon í Washington D.C. Hvørt ár síðan hendingina hevur minningarhald verið hildið í New York á ársdegnum Politikkur. New York verður vanliga roknaður sum ein av háborgunum hjá demokratunum, bæði til forseta- og kongressval. Núverandi borgarstjórin er Bill de Blasio (síðan 2014). Búskapur. New York er ein týdningarmikil altjóða býur. Býurin hevur eina ta størstu havn í heiminum, og hagar stevna farmaskip úr øllum londum. Helvtin av útflutningum úr Amerika verður framdur í New York. Í býin er stórt tal av ídnaðarvirkjum, og har verða allar møguligar varur tilverkaðar, ikki minst klædnavarur. Summi húsini, sum teir nevna høghús, eru í nógvum hæddum - tað hægsta, Empire State Building, sum hevur 102 hæddir, er 381 m. Hesi hús verða mest nýtt til skrivstovur, og har yður av fólki í arbeiðstíðini. 60 000 fólk ganga inn og út úr Empire State Building á hvørjum degi. Ein annar gitin bygningur er húsið hjá Sameindu Tjóðunum (ST). New York hevur eitt fjølbroytt handilslív, sum fevnir um bæði smáar serhandlar og stór vøruhús. Allar tær kendastu merkivørurnar fáast í býnum, og ofta eru tær bíligari enn í Evropa. Ferðavinna. Sambært ferðavinnustovninum hjá ST telist New York City millum fimm teir størstu ferðavinnubýirnar í heiminum. Hinir býirnir ovast á listanum eru París, London og Singapor. Ongantíð áður hava so nógv ferðafólk vitja amerikanska stórbýin sum í 2012; 52 milliónir fólk vitjaðu New York í 2012, og tað var ein framgongd á tvey prosent samanborið við 2011. Hetta er triðja árið við framgongd í ferðafólkatalinum. Høvuðsparturin av teimum vitjandi vóru amerikanarar – 41 milliónir – og hinar 11 milliónirnar vóru útlendingar. Tey mongu vitjandi løgdu sambært eini meting 36,9 milliardir dollarar eftir seg í New York, har íbúgvaratalið annars er umleið átta milliónir fólk. Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg er ikki heilt nøgdur við talið á ferðafólk, og hann vil hava enn størri vøkstur. Málið hjá honum er, at 55 milliónir ferðafólk vitja New York í 2015. Fíggjarvinna. Her er børsurin í New York, sum hevur avgerandi týdning fyri heimshandilin. New York City er við munnan á Hudsoná, var upprunaliga handilsmiðstøð hjá feldveiðimonnum. Nú er býurin fíggjarhøvuðsstaður í USA. Í Wall Street, sum eitur soleiðis, tí at gøtan er við gamla býarmúrin (City Wall), er virðisbrævamarknaðurin. Her verður keypt og selt fyri nógvar milliardir dollarar hvønn dag, og stóru telduskíggjarnir siga frá handil og fígging um allan heim. Har eru nógvar skrivstovur, tí New York er fíggjardepilin í Amerika, og nógvar stórfyritøkur halda til har. Í Wall Street eru eisini teir stóru bankarnir. Landafrøði. Við munnan á Hudsoná á eysturstrondini í USA er størsti og ein av elstu býum í USA, New York. Í New York eru nógv sjónleikarhús, søvn og grønar lundir. Ein tann gitnasti vegurin er Broadway á Manhattan, har eru tey stóru sjónleikahúsini, og har er lív í bæði á nátt og degi. Við tað at so nógv av fólkinum býr við útjaðaran, men arbeiðir inni í býnum, er ferðslan øgilig. Tvørtur um Hudsoná og East River sigla ferjur, undir áunum eru tunlar, sum tokini koyra ígjøgnum, á vegunum gongur fólkið, sum er til gongu, og har koyra bilarnir, har er ferðslan mest at líkna við ein strong, sum altíð er uppi. Summastaðni koyra so aftur tokini í tveimum hæddum uppi yvir høvdinum á teimum, sum á vegnum ganga ella koyra. Býarpartar. New York City er býttur í fimm býarpartar, sum eru Bronx, Manhattan, Staten Island, Brooklyn og Queens. Bronx er sunnari parturin av meginlandinum millum Hudsoná og East River. Býarpartarnir Manhattan og Staten Island eru báðir oyggjar. Manhattan, miðbýurin í New York, stendur á lítlari oyggj, sum er umgyrd av áunum "Hudson River, East River" og "Harlem River". Eyðkent fyri miðbýin, Manhattan, eru skýskravararnir, sum mangir eru hægri enn 300 m. Býarpartarnir Brooklyn og Queens ("Kings County" og "Queens County") eru vestari parturin av eini langari oyggj, sum verður kallað Long Island. Miðparturin og eystari partur av oynni ("Nassau County" og "Suffolk County") eru ikki partur av New York City. Húsini í teimum nýggju býarpørtunum eru stásilig, og har eru allir hentleikar, sum hugsast kunnu, men so eru eisini pláss í býnum, har ið fólkið búleikast í ússaligum hølum og livir í vánaligum korum. Metroin bindur allan býin saman og ger tað sera lætt at ferðast frá einum enda til annan av býnum. Bussar koyra allan dagin og náttina við og eisini er gott toksamband til býir uttanfyri New York. Fólkið. Fólkið í býnum (8,3 mill, við útjaðarunum 19 mill) er ættað úr ymsum heraldshornum - har er ein býarpartur, Harlem, við svørtum, ein við kinesum, ein við týskarum, ein við italum, o.s.fr. Nógvir jødar búgva í New York; umleið 5,435,000 jødar búgva í USA í 2013, harav 1,750,000 búgva í New York. Fjórðingur. Ein fjórðingur ella ein fjórðingsmíl var upprunaliga 1883 m, sum er ein fjórðapartur av eini danskari míl. Eftir at tær gomlu donsku eindirnar fóru úr gildi, verður heitið brúkt um eina sjómíl, sum er 1852 m. Míl. Ein míl er eitt longdarmát, sum er rættiliga ymiskt úr einum landi í annað, og sama landið kann hava ymiskar míl. Orðið míl kemur umvegis miðlágtýskt úr latíni 'milia (passuum)', sum merkir túsund (fet). Tann gamla danska mílin var formliga avtikin sum eind í Danmark (og Føroyum) í 1907, tá metrisk eindarmát vórðu sett í gildi. Nógv brúktar. Hesar mílir verða enn nógv brúktar. Sjómíl (fjórðingur) verður nýtt á sjónum og í flogferðslu um allan heimin. Ensk míl verður nýtt í enskttalandi heiminum. Munurin millum enska og amerikanska míl er so lítil, at hann vanliga ikki ger nakran mun. Ensk míl verður eisini nevnd international mile ella bara mile (úttalað "meil"). Eftir at meturskipanin varð sett í gildi í Noregi og Svøríki, viðtóku londini bæði í 1889, at ein míl hereftir skuldi vera 10 000 metrar. Tann mílin verður framvegis brúkt í hesum báðum londunum, men so gott sum onga aðra staðni. Gamlar. Hesar eindirnar verða vanliga ikki brúktar longur og hava mest søguligan týdning. Fiskimark. Fiskimarkið, eisini kallað sjómarkið, er mark um tað sjóøki, eitt land kannar sær og treytar sær rætt at ráða yvir. Føroyar fingu 3 fjórðinga fiskimark í 1901. Í 1961 var flutt út á 12 fjórðingar og í 1. januar 1977 út á 200 fjórðingar, eftir at m.a. Ísland í 1972 hevði sett sær 50 fjórðinga fiskimark og í 1975 víðkað tað út á 200 fjórðingar. Fyri at tann flotin, serliga bretskir trolarar, ið nú varð trokaður út av íslendsku grunnunum, ikki skuldi leggjast á føroysku grunnarnar í staðin, fluttu føroyingar eisini sítt fiskimark út á 200 fjórðingar. Sansibar. Sansibar (swahili: "Jamhuri ya Watu wa Zanzibar", arábiskt: "زنجبار") er ein lítil oyggj sum hoyrir til Tansania. Høvuðsstaðurin á Sansibar eitur Zanzibar City. Oyggin Sansibar er vælumtókt ferðamannamál í Tansania. Oyggjarnar í Indiahavinum, sum eru gitnar fyri hvítar sandstrendur og søguligar bygningar, eru fyri mesta partin muslimskar. 3 % av teim 1,2 íbúgvunum eru kristin. Tætt við strondina í Tansania er oyggin Sansibar, og á vestaru síðu í oynni er havnabýurin Zanzibar, sum var arábiskur handilsstaður í 18. og 19. øld. Mangir trælir vórðu avskipaðir hiðani til arábisku londini. Á oynni høvdu arábar sítt høvdingasetur, og haðani róku teir trælahandil. Týdningarmesta grøðin í oynni, "kryddnelikur", varð eisini avskipaður hiðani. Kryddnelikur kom ikki í oynna fyrr enn í 1818, kortini dyrkar einki annað land meiri kryddnelik enn Sansibar. Tanganjika og Sansibar fingu sjálvstýri í 1960. Seinni hava Sansibar og Tanganjika kasta saman til eitt ríki, sum eitur "Tansania". Londini eru partar í tí bretska heimsveldinum. Tansania. Tansania (swahili: "Jamhuri ya Muungano wa Tanzania", enskt: "United Republic of Tanzania"), ella Sameinda Lýðveldið Tansania er stórt land í Eysturafrika við umleið 41 mió íbúgvar. Í eystri hevur Tansania mark við Indiahav, í suðuri við Mosambik, Malavi og Sambia, í norðri við Kenja og Uganda og vesturi er Tanganyikavatn og Ruanda og Burundi. Almennu málini eru tvey í tali, enskt og swahili. Tansania var til sum ríki, tá ið Tanganyika og oyggin Sansibar løgdu saman. Upprunasamfelagið. Engaruka var sjálvbjargið landbúnaðarsamfelag í Tansania einar 160 km. vestanfyri Kilimanjaro. Lendið var bratt, so engarukar máttu laðað garð á niðaru síðu og fylla upp omanfyri, áðrenn teir bygdu sær hús. Búsetningarnar kundu vera upp ímóti 20 km2 í vídd, og í líðunum laðaðu teir langar bríkar at velta í. Bríkarnar vórðu gjørdar soleiðis, at laðað varð upp við gróti í niðara borði, og so varð fylt upp ájavnt garðin við leysum tilfari, mest mold, omanfyri. Vatn varð veitt á velturnar í gjøgnum steinsett ræsi úr Engarukaá. Grivið hevur verið út í bústøðunum síðan í 1960-árunum, og alt bendir á, at fólk hava búð har leingi. Enn veit eingin, hví engarukamentanin doyði út, men tað kann hava verið av liggjandi skerpingi, sum hevði við sær, at ógjørligt varð at dyrka jørðina. Fólk veltu t.d. korn og hirsa. Kornið varð knúst til mjøl í stórum mortara og baka til breyð. Engarukar búðu í rundum húsum av leiri og viði, og tey vóru takt við hálmi. Teir laðaðu grótgarðar uttan um bygdina at halda óbodnum gestum burtur. Húsini vórðu takt við síðum grasi, sum vaks tætt við húsini. Uppreistur. Í øllum Afrika settu afrikanarar seg upp ímóti, at evropearar tóku land teirra, løgdu skatt á teir, eyðmýktu og eyðrændu teir, noyddu teir at gera tvingsilsarbeiði, snýttu og stjólu, fóru og ógvuliga harðliga fram og neyðtóku konufólk. Í Týska Eysturafrika (nú Tansania) var mótstøðan størst ímóti høgum skatti, tvingsilsarbeiði og skylduni at dyrka bummull, sum myndugleikarnir fluttu út. Ein andamanari segði seg kunna útvega vatn, sum vardi fólk fyri kúlum, og um alt landið gjørdu fólk uppreistur. Vatn eitur "maji" á swahili, og tí var uppreisturin nevndur Maji-Maji-Uppreisturin. Myndugleikarnir knústu uppreisturin í 1905, drupu oddamenninar og elvdu til hungursneyð. Hermenninir settu eld á grøði, akrar og bygdir, og teir fóru gjølliga til verka. Fleiri enn 200 000 fólk doyðu. Politikkur. Til fyri stuttum var Tansania undir sosialististiskum stjórnarvaldi, ið til dømis eggjaði fólki at gera samvinnufeløg og at arbeiða saman í stórum ríkisriknum gróðrarlundum. Hóast summar av hesum verkætlanum eydnaðust væl, er Tansania nógv fátækari enn grannalandið Kenja og er gott dømi um, hvussu búsetingin er í einum fátækum landbúnaðarlandi - næstan alt fólkið býr á bygd. Landalæra. Heimsins hægsta fríttstandandi fjall - tvs. fjall, ið ikki er partur av fjallarøð - er 5.895 metrar høgt, eitur Kilimanjaro og stendur í Tansania. Jøklar eru enn á toppinum, men væntað verður tíverri, at teir eru burturi um nøkur ár orsakað av heimsfevnandi upphitingini. Annars eru stóru nátturugarðarnir tann størsta turistattraktiónin í Tansania. Friðaðu økini eru full av fílum, sebrum, giraffum, leyvum etc, sum liva frítt, og sum til ber at eygleiða úr bili. Fólkið. Um 120 fólkasløg búgva í landinum, tey flestu tala swahili, ið nú á døgum verður nýtt sum felagsmál mangastaðni í mið- og eysturafrika. Fyrr búði fólkið í landinum spjatt í mongum smáum bygdum. Í 1970 skipaði stjórnin fyri eini verkætlan, ið hevði til endamáls at fáa fólkið at flyta saman í stórar bygdir, so at eini 250 húski fóru at verða í hvørjari bygd. At savnað fólkið meiri hevði við sær, at lættari og bíligari varð at útvega bygdunum skúlar, vatn og annað og at býta út handilstøð og sáðkorn. Nú á døgum búgva tríggir fjórðingar av fólkinum í Tansania á bygd, fleiri enn nakra aðrastaðni í Afrika. Sao Tomi og Prinsipi. Gosoyggjarnar Sao Tomi og Prinsipi "(portugisiskt: República Democrática de São Tomé e Príncipe)" ella Fólkaræðiliga Lýðveldið Sao Tomi og Prinsipi, eru úti fyri strondini á Ekvatorguinea og Gabon. Størsi býurin og høvuðsstaður er Sao Tome. Landið hevur umleið 167 000 íbúgvar. Høvuðsmálið er portugisiskt. Søga. Oyggjarnar vóru óbygdar, tá ið portugisar komu higar á fyrsta sinni í 15. øld. Eftir tað var mesta fólkið í oyggjunum trælir, fluttir higar av afrikanska meginlandinum. Oyggjarnar vóru undir Portugal til 1975. Búskapur. Meginparturin av fólkinum livir av landbúnaði og fiskiskapi. Kakao er enn týdningarmesta útflutningsvøran. Fólkið. Fjølmentasta fólkaslagið eru "kreólar", ið eru blandað fólk av portugisiskari og afrikanskari ætt. Tey tala egið mál og hava sínu egnu byggilist. Landafrøði. Fjøllini eru avtakin við regnskógi, og niðri á slættlendinum eru bóndagarðar og stórar kakao- og sukurlundir. Gosøskan ger, at jørðin í oyggjunum er ógvuliga fruktagóð. Ekvatorguinea. Ekvatorguinea (spanskt: "República de Guinea Ecuatorial", franskt: "République de Guinée équatoriale", portugisiskt: "República da Guiné Equatorial") ella Lýðveldið Ekvatorguinea er eitt lítið land í Vesturafrika. Eitt av teimum minstu. Ekvatorguinea hevur mark við Gabon og Kamerun. Londinum hevur uml. 500 000 íbúgvar. Forsetahjúnini í Ekvatorguinea eita Teodoro Obiang Nguema og Constancia Mangue de Obiang, og umrøddi sonur teirra er Teodorin Obiang, sum verður mettur at skula taka yvir, tá hin gamli ikki orkar at stýra longur. Teodoro Obiang Nguema tók ræði í landinum eftir blóðugt kvett í 1979 og síðan hevur stjørnað landinum við harðari hond. Hann hevur fingið atgongd til størt ríkidømi, tí oljuídnaður við landið hevur givið nógv av sær. Navnauppruni. Landið eitur eftir miðkringi, sum verður nevndur "equator" á fremmandum málum. Søga. Fólkið í Ekvatorguinea hevur tolt nógv, og búskapurin hevur ligið í sori av harðræðisávum. Øll 1970-árunum stýrdi eirindaleysi einaræðisharrin Macias Nguema, men í 1990-árunum tók hóvligari stýri við valdinum. Hetta lítla, fagra landið - har eisini fimm oyggjar eru uppií, má nú stríðast til tess at fáa búskapin á føtur aftur. Búskapur. Pinkulítla landið í Vestafrika gjørdist kent av umheiminum, tá ið olja í hampiliga stórum nøgdum varð funnin í landinum í 1995. Ríkidømið átti av røttum at verið stórt í slíkum landi, men alíkavæl má meginparturin av fólkinum í landinum liva fyri minni enn 5-10 krónur um dagin. Peningurin frá oljuríkidøminum fer í ávísan mun beint í lumman á Obiang Nguema, sum persónliga er góður fyri fleiri milliardir (av landsins pengum). Peningurin stendur á konto uttanlands. Landafrøði. Lýggja veðurlagið og fruktagóða gosøskujørðin í størstu oynni Bioko gera, at oyggin er væl egnað til landbúnað, men vegirnir eru fáir, og verkafólkið veit einki um nýggjar dyrkingarhættir. Mesta lendið er lagt inn til kakaolundir, tískil er næstan eingin jørð eftir, har fólkið kann dyrka mat. Québec. Quebec (franskt: "Québec", enskt: "Quebec") er ein landslutur í Kanada við 8,0 mió íbúgvum. Í suðri hevur Quebec mark við USA, í norðri við Hudsonflógvan, í vestri við Ontario og eystri við St. Lawrenceflógvan og New Brunswick. Søga. Í 1608 bygdi fraklendingurin Samuel de Champlain eina miðstøð fyri feldhandil við St. Lawrenceflógva. Indiánarnir kallaðu staðin "Kébec". Hundrað ár seinni búðu 25.000 fraklendingar í Quebec. Meðan bretar ráddu har, gjørdist hesin franski landslutur týðandi handilsmiðdepil. Stutt eftir at Jacques Cartier hevði gjørt rannsóknir í tí, sum nú er Quebec við St. Lawrenceá í Kanada, vóru nógvar royndir gjørdar at grunda eina niðursetubygd har. Í 1593 var fraklendingurin Samuel de Champlain við á rannsóknarferð í Kanada og kannaði alla St. Lawrenceánna heilt niðan undir Lachinefossin. Tá ið hann kom heim aftur til Fraklands, fekk hann Heindrik 4. kong (1553-1610) at fíggja eina rannsóknarferð, sum skuldi ætla um møguleikarnar at fáa fraklendingar at búseta seg fram við St. Lawrenceánni. Champlain fór av stað við 28 monnum, sigldi niðan eftir ánni, og bygdi eina handilsstøð í 1608, sum seinni gjørdist Quebec, fyrsti býur í Kanada. Hann helt fram at granska landið og varð verandi í Kanada ævi sína út. Í 1663, 28 ár eftir deyða hansara, gjørdist Quebec høvuðsstaður í Nýfraklandi. Fólkið. 90 % av øllum kanadiarum, ið nú á døgum tala franskt, búgva í Quebec. Hóast lógin veitir kanadiarum, ið tala franskt, fullan rætt at nýta sítt egna mál, egnar lógir og at hava egna mentan, eru mangir quebecbúgvar, ið vilja loysa frá Kanada. Nýfundland og Labrador. Nýfundland og Labrador (enskt: "Newfoundland and Labrador") er ein landslutur í Kanada við umleið 514.000 íbúgvar. Á grunnunum við Nýfundland eru stak góðar fiskileiðar, men í mong á var veiðitrýstið alt ov stórt, og miðini vórðu trároynd. Tí hevur verið neyðugt at minka fiskiskapin nógv seinastu árini. Tað er komið labrador- og nýfundlendingum illa við, tí at fiskivinnan er høvuðsvinna teirra. Leivur Eiriksson kemur til Kanada. Leivur Eiriksson var sonur Eirik Reyða, sum var fyrsti norðbúgvi, ið kom til Grønlands. Um 1000 sigldi Leivur av Nuukfirði og vestur í hav eftir ókunnugum landi, sum ein annar norðbúgvi hevði sæð á eini ferð frammanundan. At enda kom hann til Amerika. Eftir at hava granskað landið, helt Leivur leiðina heimaftur til Grønlands. Í íslendingasøgum verður sagt, at Leivur Eiriksson og manning hansara bygdu nakrar smáttur at vera í fyribils. Í 1960-árunum vórðu leivdir av norrønum búsetningum funnar í Nýfundlandi. Tær eru tíðfestar at vera frá um 1000. Í L'Anse aux Meadows í Nýfundlandi eru funnar átta húsatoftir, sum hava norrønt snið. Leivur Eiriksson kallaði londini "Helluland", "Markland" og "Vínland". Vínland kann hava verið Nýfundland. Toronto. Norðan Ontariovatn er Toronto, ið er fremsti ídnaðarbýur, størsti fíggjardepil og tann býur, sum veksur skjótast í Kanada. Býurin er eisini størsti býur í Kanada og høvuðsstaðurin í Ontario. Har verður sagt at vera trygt at búgva, tí at har eru færri lógarbrot enn í nøkrum øðrum stórbýi í Norðuramerika. Býarfólkið kann eisini erpa sær av "Skydome", heimins fyrsta leikvølli við dragtekju, og Canadian National Tower, heimins hægsta húsi. Fáastaðni búgva so nógvir kinverskir innflytarar sum í China Town í Toronto. Toronto er størsti býur í Kanada við 5 milliónum íbúgvum og er samstundis mest etniskt blandaði býur í heiminum. Tá tú ringir 112 í Toronto kunnu tey svara tær á 150 ymsikum málum. Kanada er eitt sindur av øllum heimsins londum og Toronto er miðpunktið í øllum. Ottawa. Ottawa (enskt; "City of Ottawa", franskt; "Ville d'Ottawa") er høvuðsstaður Kanada, ið liggur í landslutinum Ontario, beint við markið til landslutin Quebec. Í 2016 hevði Ottawa fleiri enn 934 túsund íbúgvar í sjálvum býnum. Søga. Býurin er uppkallaður eftir indiánafólkinum Ottawa (Odawa) sum einaferð búði har. Ottawa gjørdist høvuðsstaður í Kanada í 1857. Tað, ið m.a. eykennir býin nú á døgum, eru mongu forvitnisligu søvnini og almennu húsini við prýðiligum kopartekjum og ein siglingarveit við viðarlundum framvið, sum, tá ið vetrarkuldin kemur, verður heimsins longsta skoytibreyt. Warszawasamgongan. Warszawasamgongan (alment heiti: "Sáttmáli um vinalag, samstarv og sínámillum stuðul") var ein verjusamgonga ímillum Sovjetsamveldið og flestu lond í Eysturevropa í seinnu helvt av 20. øld. Henda hernaðarliga samgongan varð stovnað í 1955 í Warszawa. Samgongan upploystist í 1991. Limalondini við byrjan av virkseminum vóru: Sovjetsamveldið, Eysturtýskland, Pólland, Kekkoslovakia, Ungarn, Rumenia, Bulgaria og Albania. Afghanistan. Afghanistan "(Persiskt: جمهوری اسلامی افغانستان, Pashtu: د افغانستان اسلامى جمهوري)", ella Tað Islamska Lýðveldið Afghanistan er land í Miðeystur og Miðásia. Kabul er høvuðsstaðurin. Kabul hevur 2,99 mió íbúgvar. Aðrir stórir býir er Qandahar (329 300 íbúgvar), Herat (161 700 íbúgvar) og Mazare-Sharif (232 800 íbúgvar). Landið hevur mark við Turkmenistan, Usbekistan, Tadsjikistan, Kina, Pakistan og Iran. Afghanistan er av fátækastu londum í heiminum. Afghanistan er eitt land, har kríggj er gerandisdagur, og hvar fleiri børn læra at brúka eitt vápn enn ganga í skúla. Tað eru nógvir víðgongdir islamistar í landinum, men einaferð búðu her friðarelskandi buddhistar. Afghanistan hevur verið krígsherjað í fleiri ár. Í nógv ár var landið eisini stýrt av Taliban rørsluni, til 2001, tá teir vórðu koyrdir frá. Søga. Í øldir hevur verið barst um yvirræðið í landinum, og serliga bretar og seinni russar hava verið grammir at taka landið. Seinastu 30 árini hevur blóðugt borgarakríggj syndrað landið, og enn eru eingi útlit fyri friði. Afghanistan hevur eisini eina rokaliga søgu. Afghanski staturin, sum vit kenna hann í dag, uppstóð í 1746 undir Durrani-fúrstaættini, men yvirvaldið varð latið Stórabretlandi, heilt fram til Amanullah Kongur loysti í 1919. Síðan eru ellivu afghanskir leiðarar tiknir av ræði á ódemokratiskan hátt. Seinasta støðuga tíðarskeiðið í Afghanistan var millum 1933 og 1973, tá landið var undir leiðslu av Zahir Shah kongi. Men í 1973 framdi svágur kong, Mohammed Daoud Khan, eitt stjórnarkvett, ið setti gongd á enn eit óstøðugt tíðarskeið. Í 1978 vórðu Daoud og øll familja hansara tikin av døgum í enn einum kvetti, ið kommunistaflokkurin í landinum framdi. Longu í august sama ár byrjaði amerikanska stjórnin umvegis pakistansku fregnartænastuna, at stuðla mujahedin-hermonnum í bardaganum móti kommunistisku stjórnini, og tá stjórnin var í vanda fyri at missa valdið árið eftir, hersetti Sovjetsamveldið Afghanistan. Hetta hendi 24. desember 1979. Frælsisstríðið hjá Mujahedin vardi í tíggju ár og kostaði umleið 15.000 sovjetiskum hermonnum lívið, áðrenn viknandi samveldið í 1989 valdi at taka seg úr Afghanistan. Eftir hetta valdaði í stóran mun borgarakríggj í landinum, áðrenn Taliban, ið merkir "lesandi", í 1996 tók ræðið í landinum og royndi at innføra strongu Sharia-lógina. Harvið gjørdist Afghanistan til eitt stað fyri Al-Qaeda. Í triðju øld gjørdu tey tvær standmyndir av Buddha norðan fyri høvuðsstaðin Kabul. David Adams var tann seinasti vesturlendingurin, sum filmaði standmyndirnar, áðrenn Talibanhermenn sprongdu tær í spønir í 2001. Tann amerikanska og bretska innrásin byrjaði 7. oktober 2001. Endamálið við innrásini í Afghanistan, ið var eitt beinleiðis aftursvar til hendingarnar 11. september 2001, tá Al-Qaeda framdi álop á World Trade Center og Pentagon í USA, var at fanga Osama bin Laden, sum helt til í landinum, gera enda á Al-Qaeda og taka Taliban-stýrið av ræði. Hálvanannan mánað seinni varð Taliban tikið av ræði og ein afghansk stjórn undir leiðslu av Hamid-Karzai innsett. Hóast tað eru yvir tíggju ár síðan, at USA leyp á Afghanistan, er støðan í landinum ófriðarlig og ótrygg. Friðarskapandi herdeildir, sum vóru settar á stovn av ST í 2001 og riknar av NATO síðan 2003, International Security Assistance Force, eru enn í landinum, og tað kemur ofta fyri, at útlendskir hermenn og hjálparfólk verða dripin. Ætlanin er, at seinastu amerikansku herdeildirnar skulu vera farnar úr Afghanistan 31. desember í 2014. Barack Obama hevur roynt at fáa afghanska forsetan Hamid-Karzai at ganga við til eina avtalu, sum loyvir nøkrum amerikanskum herdeildum at verða verandi aftan á tað. Valdið hjá Hamid Karzai, ið varð valdur til forseta í 2004, avmarkar seg í stóran mun til høvuðsstaðin Kabul, og restin av landinum verður stýrd av valdsmiklum ættarbólkahøvdingum og krígsharrum. Talan er um eitt sera samansett land við ikki minni enn 34 landslutum í fjallaríkum lendi, og tað ger tað torført at stýra. Búskapur. Afghanistan er eitt fátækt land, ið er tengt av, at fólkið hevur húsarhaldsdjór og dyrkar jørðina. Eingin nevniverd ídnaðarframleiðsla er í landinum, ið er heimins størsti framleiðari av opium. Tveir triðingar av fólkinum liva fyri undir tveir dollarar um dagin, og barnadeyðin er stórur --> 256 fyri hvørjar 1000 føðingar, verður sagt. Landið er turt og grýtut, og týdningarmestu ráevnini eru kol, natúrgass og jarnmálmur. Í 2010 livdu 40% undir fátakramerkið. Sovjetiska innrásin í 1979 gjørdi at búskaparliga støðan í landinum versnaði. Frá 1998 til 2001 var landið plágað av turki. Í 1970-árunum var landið sjálvbjargið við matframleiðslu og útflutti eisini nakað. Tá sovjetisku herdeildirnar fóru úr landinum í 1989 var matframleiðslan minka við meira enn einari helvt og talið av húsdjórum var nú bert 2/3 av tí sum tað var áðrenn hersetingin byrjaði. Vinnulívið batnaði tó eftir 2002 orsakað av altjóða hjálp og íløgur og at afghanar, sum vóru búsitandi í øðrum londum, sendu pengar heim. Ein týðandi partur av framgondini í landinum skyldast eisini, at fimm milliónir afghansk flóttafólk, sum búðu í grannalondunum, vendu heimaftur og hjálptu við til at byggja landið uppaftur. Arbeiðsloysið er stórt, í 2005 vóru 40% fólk arbeiðsleys. So mikið sum ein triðingur av BNP hjá Afghanistan kemur frá dyrkan av valmuum og ólógligum narkotiskum evnum sum opium og avleiddum evnum frá opium morfin og heroin og frá hasjframleiðslu. Fólkið. Um 2 milliónir flakkfólk eru í Afghanistan. Fólkasløg. Fleiri enn 20 fólkasløg búgva í Afghanistan. Fyri sunnan eru pashtunar, ella "afganar", ið er fjølmentasta fólkaslagið. Landið eitur eftir teimum, tí at teir hava havt ræði í landinum seinastu 200 árini. Í stórbýunum og á bygd í landnyrðingspartinum búgva tadjsjikar, ið tala dari, sum er skylt við persiskt, flestu teirra eru keypmenn. Hazarar (o.f.) búgva mitt inni í landinum. Átrúnaður. Næstan allir afganar eru muslimar. Børnini verða lærd um islam bæði í bygdarmoskuni og í skúlanum. Ungdómurin gongur í "madrasah" (ein átrúnaðarligan miðnámsskúla. Her lærir hann at duga long brot úr Koranini uttanat og granska gudfrøði, islamskar lógir og skilvísi. Landafrøði. Afghanistan er ímillum Miðásia og Indianes og hevur tí havt stóran týdning hermálsliga. Landslagið er ógvuliga fjølbroytt og skiftandi, við albeittum og grasfløtum, sløttum steinoyðimørkum, stórum vøtnum og høgum fjøllum. Fáir og vánaligir vegir eru í landinum, og har er eingin jarnbreyt. Tónleikur. Tónleikasiðvenja í Afghanistan er fjølbroytt og broytist alt eftir hvørjum øki ein er staddur og eftir etniskum bólkum og vísir bond til miðasiatiska, eysturlendska og indiska mentan. Hvør etniskur bólkur vísir sín serstøka stíl, serliga innan fólkatónleik. Luttinstrumentir í ymiskum skapi, stødd og etniskum variantum (robab, tanbur, dambura og dutar) eru sera vælumtókt. Floytur og trummur eru onnur dømi um vanlig ljóðføri. Annars eru fleiri ymisk sløg av floytum, obo-líknandi blásuinstrument (zurna), munnharpa, fingrasymbalur, trummur og onnur rútmuljóðføri. Frá gamlar tíð hevur tað verið vanligt, at tað eru flest menn ið eru tónleikarar, samstundis sum tað at vera tónleikari hevur lágan sosialan status. Síðan 1950-árini hevur útbreiðsla av tónleiki gjøgnum afghanskt radio ført til eitt meira jaligt sýn á tónleikaraleiklutin og samstundis eisini ført til eina sterkari ávirkan av tónleiki frá øðrum londum, eitt nú frá indiskum poptónleiki. Sovjetsamveldið. Sovjetsamveldið var størsta ríki í heiminum. Samveldið varð sett á stovn hin 30. desember 1922 og avtikið hin 26. desember 1991. Søga. Sovjet merkir ráð. Hetta hugtak kom fram í russisku kollveltingi í 1905, sum zarurin bardi niður. Men hóast hetta hevði henda kollvelting við sær ávísar demokratiskar ábøtur. Í februar 1917 var tað aftur kollvelting og zarurin bleiv koyrdur frá og Kerenski kom til. Í oktober 1917 var aftur kollvelting, sum bolsjvikkaflokkurin stóð á odda fyri og her kemur hugtaki um sovjettir aftur fram. Eitt av slagorðunum hjá Vladimir Lenin og bolsjevikkinum upp til kollveltingina var "Alt vald til sovjettirnar", sum vóru upprættaðar nakað áðrenn kollveltingina. Kereniski blev settur frá og Lenin bleiv leiðari. Í 1918 blívur Russland álopi av herðum uttanífrá, sum stuðla teimum "hvítu" og eitt blóðugt borgarakríggj brýtur út. Tað eydnast teimum "reyðu"(bolsevikkinum) at vinna borgarakríggji.Lenin doyr í 1924 og eftir maktkamp millum serliga Trotskij og Josef Stalin, vinnur Stalin maktkampin og setur í 1928 tann fyrsta fimmársplanin í verk, sum millum annað hevur eina blóðuga tvingisilskollektivisering av landbúnaðinum við sær. Russland var eitt tilaftursútsilgt land hvat ídnaði viðvíkti og tað eydnaðist Josef Stalin á harðligan hátt at seta ferð á útviklingin av ídnaðinum í Sovjettsamveldinum. Í tíðarskeiðnum við Stalin á odda vóru eisni tær kendu moskvaprosessirnar settar í verk, har fólk blivu ákærd og deyðadømd fyri gerðir sum tey øllum at døma ikki høvdu framt. Amerikanski heimspekingurin John Dewey stóð á odda fyri eini kommisión sum kannaði ákærirnar móti Trotskij og kom til ta niðurstøðu at Trotskij ikki var sekur. Moskvaprossirnar eru viðgjørdar í teimum føgru bókmentinum m.a. við skaldsøguni hjá Arthur Koestler "Darkness at noon" (á donskum útgivin undir heitnum "Mørke midt på dagen") Undir Kalda Krígnum (1945 – 1991) kappaðust risaveldini Sambandsríki Amerika og Sovjettsamveldið um, hvørt var ført fyri at senda fyrsta menniskjað á mánan. Rúmdarkappingin byrjaði, tá Kennedy (29. mai 1917 – 22. november 1963) forseti segði, at áðrenn 1970 skuldi USA hava eitt fólk á mánanum. Øll vita, hvør vann ta kappingina, men fá eru tey, sum vita, at tað eydnaðist russum at senda tveir smáar robottar til mánan, sum kundu stýrast frá jørðini. Og ikki fyrrenn í 1986 frætti heimurin annars um hetta bragdið, tí tá varð ein nýggjari robottur sendur inn í kjarnorkuverkið í Tjernobyl at rudda. Í 1991 fór Sovjettsamveldið sundur í 15 sjálvstøðug lýðveldi, hvørt við sínari stjórn. Sjey av hesum lýðveldum eru í Evropa, hini átta í Ásia. Nú lýðveldini ikki longur eru partur í einum ovurstórum, miðstýrdum búskapi, mega tey laga seg til viðurskifti og treytir á heimsmarknaðinum, og tað hevur ikki verið so lætt. Fall Sovjetsamveldisins hevði eisini við sær, at londinií Eysturevropa sluppu undan sovjetskum eftirliti. Kekenia. Mangastaðni í gamla Sovjetsamveldinum stríðast fólkasløg hvørt ímóti øðrum. Í summum londum í russiska samveldinum eru mangir russar, onkustaðni eru teir um 40 % av fólkinum. Annað dømi er Kekenia, har triðja hvørt fólk er russi. Síðan Sovjetsamveldið fall, hava kekenar stríðst fyri tjóðskaparligum frælsi, men Russland, ið er samveldisríki, er hart ímóti hesum. Teir kvíða fyri, at fer ein landspartur burturúr, verður alt tað russiska samveldið syndrað. Himalaia. Himalaiafjøll eru sum ein ovurstórur og høgur múrur ímillum India og Tibet (Kina). Fjøllini eru kavatakt alt árið, og her er hægsta fjall í heiminum, Mount Everest (8850 m). Fjøllini vórðu til fyri um 50 milliónum árum síðan, tá ið Indiapláta stoytti saman við Evrásiaplátu. Sum pláturnar stoyttu saman, var rondin á Indiaplátu kroyst inn undir Evrásiaplátu, og havbotnurin ímillum teirra varð faldaður saman og trýstur upp til tað, ið nú er Himalaiafjøll. Kabul. Kabul "(persiskt; کابل)" er høvuðsstaður Afghanistans. Afganski høvuðsstaðurin bleiv fleiri ferðir raktur av bumbuálopum í 2008 og hildi verður at hetta er tekin um, at Talebanherurin er við at fáa fótafesti í býnum. Martin Joensen (1953). Martin Joensen (føddur 27. august 1953 í Vestmanna) er føroyskur tónleikari, sangari, sangskrivari og listamálari. Martin er útbúgvin grafikari, men er serliga vorðin kendur sum tónleikari, sangskrivari, tónasmiður og sangari. Millum ár og dag hevur hann spælt við fleiri ymiskum tónleikabólkum, og yrkingar hansara eru givnar út á ymsum plátum, bondum og fløgum, og í 2006 savnaðar í heildarsavn. Martin var føddur í Vestmanna í 1953, og har vaks hann upp. Foreldur hansara vóru Emil Joensen av Heygum, Vestmanna, og Maria Joensen (fødd Jacobsen) av Vatnsoyrum. Hann var næstelstur av fýra systkjum. Hann tók realprógv í 1970, síðan studentsprógv úr Hoydølum í 1973. Hann er útbúgvin teknari og grafikari á Skolen for brugskunst í 1982. Martin hevur gjørt vart við seg á ymiskum listaøkjum. Hann er tónleikari, hevur skrivað sangir og yrkingar, myndskrýtt, skrivað sangleikir og gjørt løg. Fyrsti teksturin, sum varð nýttur til útgávu, var "“Svarti Ravnur”," sum Kræklingar spældu inn í 1975-76. Hann hevur verið limur í tónleikabólkinum Vestmenn síðani fyrst í 1982, teir hava givið út fimm plátur. Yrkingin "Morgun" er prentað í "Grønu sangbók", sum kom út í 1993. Í Grønu songbók er hann umboðaður við 36 sangum, teir flestu av hesum hevur hann eisini sjálvur gjørt lag til. Í 1986 gav Martin Joensen út bandið „Morgun“. Bandið hevur heitið eftir hesari yrkingini, sum Martin gjørdi lag til og sjálvur syngur á bandinum. Familja. Foreldrini vóru Emil Joensen av Heygum, Vestmanna, og Maria Joensen (fødd Jacobsen) av Vatnsoyrum. Martin vaks upp í Heygatúni, hann er næstelstur av 4 systkjum. Sonur Martin, Sakaris Emil Joensen, er eisini tónleikari. Siberia. Eystan Uralfjøll er Siberia "(russiskt; Сиби́рь)" - Russiski parturin í Ásia. Ovurstórur, mest sum óbygdur landspartur, ið er heilt eystur at Kyrrahavi. Meginparturin av Siberia er tættur nálaskógur, ið russar nevna "taiga". Í hesum breiða og langa skógarbelti er fjórðingurin av øllum viði í heiminum. Longri norður vir koma, tynri verður skógurin, tí veðurlagið verður kaldari. Norðan fyri skógarmarkið eru frostmýrarnar ("tundra"), har er frost í jørðini alt árið. Í Siberia eru nógv ráevni, til dømis gull, olja, uran og gimsteinar. Dýralívið. Skógirnir í Siberia eru sannur kovi og gott skjól hjá dýrum, til dømis rein, bjørn og íkorni, teir longu og køldu veturmánaðirnar. Her livir eisini størsti tikari í heiminum, kongatikarin ella siberiatikarin. Hann hevur ógvuliga tjúkkan feld. Flagg Sambandsríkið Amerika. USA hevur sítt egna flagg, sum verður nevnt Stars And Stripes. Á amerikanska flagginum eru 50 stjørnur, ein til hvørt ríki, og reyðu og hvítu rendurnar eru til minnis um tey 13 ríkini, ið stovnaðu USA. Í fyrsta amerikanska flagginum vóru 13 stjørnur og 13 strípur. Upprunaliga vóru 13 státir í 1776. Tað er ólógligt í USA at lata flaggið nerta við jørðina ella at vinda tað á stong í vánaligum veðri. Flaggið má altíð verða viðfarið við virðing. Skúlabørn í Amerika skulu svørja, at tey eru trúgv ímóti hesum stykkinum av toyi hvønn morgun. Betsy Ross er seymikona, sum sambært søgnini teknaði fyrstu skitsuna til amerikanska flaggi í 1770-unum. Dominikanalýðveldið. Dominikanalýðveldið (spanskt: "República Dominicana") ella Dominikanska Lýðveldið, er lýðveldi í Karibia. Søga. Landið var undir Spania í mong ár, men nú er ávirkanin úr USA stór. Fólkið. Fólkið og mentanin hava røtur aftur í spanska, afrikanska og indiánska mentan. Búskapur. Fólkið í Dominikanalýðveldinum hevur betri kor enn í Haiti, har ógvuliga fá hava ráð at søkja sær læknahjálp. Mest eru tað ferðavinnan og námsvinnan, ið hava styrkt búskapin í lýðveldinum. Eisini hava myndugleikarnir stuðlað nýggjum vinnugreinum, til dømis klædnavirkjum. Seinastu árini eru bygdir mangir frítíðarstaðir, og hevur tað givið nógv arbeiði. Nógv fólk úr Haiti kemur eisini higar at arbeiða. Har er silvur, platin, uran og nikkul, og har er eisini størsta gullnám í Karibia. Ferðavinna og sukur eru høvuðsinntøkukeldur. Landafrøði. Skógarklædda fjallalandslagið í Dominikanalýðveldinum líkist nógv tí í grannalandinum fyri vestan. Nógv náttúruríkidømi er í oynni. Santo Domingo. Bróðir Kolumbusar, Bartolomé, grundaði høvuðsstaðin í Dominikanalýðveldið, Santo Domingo "(Santo Domingo de Guzman)", í 1496. Býurin gjørdist miðstøð hjá spaniamonnum, meðan teir løgdu hjálond undir seg. Har eru mong nýumvæld hús, sum vórðu bygd fyrst í hjálandstíðini. Virginia. Samveldið Virginia (enskt: "Commonwealth of Virginia") er stakríki í USA við 8 mió íbúgvum. Fyrst í 1600-talinum stovnaðu tey fyrstu niðursetufólkini tann fyrsta býin í nýggja heiminum, Jamestown í Virginia, uppkallaður eftir Jákup kongi I. Tað var tógvið stríð, men so við og við sum velt varð upp úr nýggjum, og tubbakshandilin vaks, stungu ósemjur seg upp millum niðursetufólkini og bretsku hjálandaharrarnar. Universitetið Virginia Tech í Blacksburg var í apríl 2007 pallur fyri einari massakru, tá suðurkoreanskt føddi Seung-Hui Cho drap 32 persónar, tey flestu næmingar á skúlanum. Fyrstu búsetingarnar. Seinast í 16. øld og 17. øld flutti nógv fólk úr Bretlandi, Fraklandi og Niðurlondum til Virginia at leita eftir gulli og silvri, men tey flestu funnu einki. Í staðin máttu tey lívbjarga sær sum búnaðarfólk og dyrka landbúnaðarvøru, sum tey kundu flyta út til Evropa. Niðursetufólkini hildu eisini m.a. kalkunir, sum tey høvdu til matna. Summi niðursetufólk vóru reinleikabrøður ("puritanur"), sum royndu at fáa sær eina betri og friðarligari tilveru fjart frá átrúnaðarligum atsóknum í Evropa. Onnur vónaðu at gerast múgvandi av handli, og uppaftur onnur løgdu inn stórar tubbaks- og bummullarlundir. Í fyrstuni var friður og semja ímillum indiánar og niðursetufólk. Vinsælu indiánarnir hjálptu niðursetufólkunum at dyrka plantur, sum trivust, og tey skiftu vørur sínaámillum. Indiánar lótu evropearum loðskinn aftur fyri byrsur, perlur og brennivín. Fyrstu evropeisku niðursetumenninir bygdu sær einfaldar stokkastovur á teimum jarðum, teir høvdu ruddað. Uttan um búsetningarnar varð sett girðing at verja fyri veðrið og óbodnum gestum. Húsini vórðu smíðað úr viði, sum varð feldur í skóginum tætt við. Niðursetufólkini høvdu harðbalið lív og mong doyðu av sjúku og mattroti, og onnur settu til av kulda og møði. Í 1607 løgdu trý bretsk skip at í Virginia at grundleggja koloniina Jamestown. Ein teirra, ið var við, var John Smith, kapteynur (1580-1631). Hann var ákærdur fyri uppreistur. Smith varð náðaður, men varð sendur út at leita eftir mati. Tá ið John Smith og hansara menn vóru komnir nakað niðan eftir ánni Chickahominy, lupu innføddir á teir. Allir vórðu slátraðir uttan John Smith, ið aftur varð náðaður. Hesa ferð var tað Pocahontas, dóttir høvdingin Powhatan, ið fekk bjargað honum. Smith varð hildin fangi eina tíð, og kærleikin kyknaði millum Pocahontas og hann. Tá ið Pocahontas ávaraði Smith um eitt indianaraálop, eftir at hann var afturkomin til koloniina, burtursegði ættbólkurin hana fyri svikagerð. John Smith rýmdi frá henni, tá ið hann fór út á aðrar rannsóknarferðir. Í staðin møtti hon aðalsmanninum John Rolfe, ið tekur hana við til Onglands at hitta kong og drotning. Pocahontas varð seinni kend sum Rebecca Rolfe. Hon kom ongantíð heimaftur, tí Pocahontas fekk pokur og doyði í London. Borgarakríggið. Bretar geva seg undir við Yorktown. Á vári í 1781, eftir bardagan ímillum amerikansk og bretsk herlið við Greensboro í North Carolina, gav Charles Cornwallis herovasti hjá bretsku herliðunum boð um at taka seg aftur til Virginia. George Washington lokkaði bretar í eina fellu við Yorktown. Sameind herdeild, mannað við fraklendingum og niðursetumonnum, fór úr New York at sameina seg við franska herovastan Lafayette (Gilbert du Motier, marquis de Lafayette) (1757–1834) við Yorktown. Ein franskur floti sigldi inn í Chesapeake Bay og niðan eftir Yorká. Amerikanski herurin stongdi allar leiðir til Yorktown, og bretsku herliðini fingu hvørki útgerð ella neyðsynjarvørur. Bretar ásannaðu, at teir vórðu kringsettir úr øllum ættum og góvu seg undir. Í oktober gav Cornwallis seg upp í hendurnar á Washington herovasta, og kríggið var av. Tá ið teir løgdu vápnini, staðfesti eitt ljómlið hjá amerikanska herinum bretska tapið við at spæla sangin "the World Turn Upside Down". Flestu menninir í gonguherliðunum í Frælsisbardaganum vóru í síðum, litføgrum reyðfrakkum. Fyri tað mesta vóru niðursetuhermenninir í bláum frakkum og bretarnir í reyðum, so bretsku hermenninir vórðu nevndir "reyðfrakkar". Alaska. Alaska er ein lutstatur í USA við umleið 737 túsund íbúgvum. Alaska, sum USA keypti frá Russlandi í 1867, er stórt land, dupult so stórt sum Noreg og Svøríki tilsamans. Staturin er 1,5 mill. ferkilometrar ella umleið 100 ferðir so stórur sum Føroyar. Nú eru tað Republikanarar, sum sita við ræðið í lutstatinum. Sean Parnell (føddur 19. november 1962 í Hanford, Kalifornia) er guvernørur. Hann umboðar republikanararnar. Nú verða flogførini mest brúkt til flutning, men enn dámar alaskamonnum væl at koyrakapp við hundasleðum, og í støðum verða tær eisini brúktar til at flyta vøru við. Søga. Tey fyrstu menniskjuni í Norður-Amerika komu gong úr Ásia til Alaska fyri kanska 30.000 árum síðan. Tá í tíðini var landfast millum hesar báðar heimspartarnar. Nú er eitt sund ímillum, Beringssundið. Til um 1800 búðu bara inuittar í Alaska. Hesi fólkini vórðu leingi nevnd eskimoar ella skrælingar, men nú á døgum verður heitið inuittar nýtt. Orðið inuit merkir heilt einfalt "menniskja". Um ár 1890 funnu teir gull í landinum, og tá fór nógv fólk hagar at leita eftir gulli. Men enn eru tó bara 730.000 fólk í øllum landinum. Í 1959 fekk landið rætt at teljast upp í hini ríkini. Upprunafólkið. Í lutstatinum búðu, tá ið teir hvítu komu hagar, indiánar og eskimoar. Helst hava fólk verið í Alaska frá um 10.000 f.Kr. Fornfrøðingar hava funnið eina 11.500 ára gamla barnagrøv í einum steinaldar búplássi mitt í Alaska. Í grøvini, sum er millum nøkur trø beint við eina á, vóru brendar leivdir av einum barni. Barnið var millum eitt og trý ára gamalt, tá tað doyði fyri 11.500 árum síðani. Hetta eru elstu leivdirnar av menniskjum í hesum partinum av Amerika. Staðið har grøvin er kallast Upward Sun River, og tí hevur barnið fingið navnið "Xaasaa Cheege Ts’eniin", sum merkir "Upward Sun River Mouth Child". Tennirnar hjá barninum vísa, at tað er í ætt við indiánarar og fólk úr Eysturásia. Granskarar hava enn ikki staðfest hvat kyn barnið er, tí leivdirnar eru ov illa farnar í eldinum. Amerika og Eysturásia eru á dag skild sundur við einum smølum firði, men tað hava tey ikki altíð verið. Fara vit 14.000 ár aftur í tíðina, so vita vit, at havstøðan var lægri enn hon er í dag. Og tí hava stór øki, sum í dag er hav, verið land tá. Fólk hava tí kunnað ferðast úr Eysturásia til Norðuramerika at búseta seg. Long tíðarskeið í forsøguligari tíð lógu stórir partar av Norðuramerika og Eysturásia undir í ómetaliga tjúkkum ísi, kava og jøklum. Hesi køldu tíðarskeiðini, kalla "ístíðir", vóru 100 000 hvørt ár. Ímillum hvørja ístíð var veðurlagið lýggjari í eini 20 000 ár. Tann síðsta ístíðin kom 110 000 ár f.Kr. og var av umleið 13 000 f.Kr. So nógvur sjógvur frysti, at høvini fjarðaðu einar 90 m. Tað hevði við sær, at landfast gjørdist ímillum meginlond, sum havið áður hevði skilt sundur, til dømis lá turt tað grynsta ímillum Alaska og Russland, har Beringssund nú er. Veiðifólk, sum høvdu búsett seg í Eysturásia fluttu um 13 000 f.Kr. til tað, ið nú er Alaska. Eftir um 12 000 f.Kr. fløddi aftur, og havið stongdi leiðina um Beringsund fyri niðursetufólkunum úr Ásia. Tey fóru longri og longri suður ígjøgnum USA og haðan til Suðuramerika. Landafrøði. Alaska, sum er eitt land størri enn Skandinavia, er so at siga fólkatómt. Tað er tað størsta stakríkið í USA, eitt sindur størri enn t.d. Texas. Men roknað eftir íbúgvatali er Alaska millum tey minstu londini í Amerika. Tað er tað kaldasta stakríkið í USA. Hesi seinastu árini er tað tó vorðið lýggjari í Alaska. Hildið verður, at orsøkin er tað vaksandi vakstrarhúsárinið, sum ávirkar veðurlagið á allari jørðini. Tað mesta av tí er fjallalendi, og har er hægsta fjallið í Norðuramerika, Mount Mac Kinley, 6187 m. Vestari partur av meginlandinum Norður-Amerika er eyðkendur av fleiri fjallarøðum, sum til samans eita Kordillurnar (Cordilleran Highlands). Teir hægstu tindarnir í Kordillunum eru meira enn 6100 metrar yvir sjóvarmálanum. Teir eru norðuri í Alaska. Fjøllini røkka um alt meginlandið og halda fram í Suður-Amerika. Har eita tey Andesfjøll. Norðuri við Íshavið og fram við áunum er slætt. Veðurlagið er kalt uttan úti við vesturstrondina. Fram við norðurstrondini er tundralendi, men sunnari vaksa heilt stórir nálaskógir. Størsta áin eitur Yukon, og høvuðsstaðurin er Juneau. Strondin er umleið 76.000 km. Norðast í Alaska er ógvuliga kalt. Bara í august er miðalhitin oman fyri frostmarkið. Har er pólveðurlag, og her breiðir tundran seg so ber og kørg. Stórir partar av Alaska liggja undir innlandsísi, ið summastaðni er 3000 metrar tjúkkur. Sunnan fyri tundruna er kalt temprað veðurlag. Har er nálaskógarøkið, sum røkkur um stórar partar av Alaska, Kanada og norðara part av USA. Búskapur. Umframt gull eru fleiri onnur málmsløg at finna, og hartil bæði kol og olja. Vælferðin frá oljuni er so mikið stór, at tú rindar ikki skatt í Alaska. Borgarar í Alaska gjalda ikki skatt til lutstatin, bara til samveldismyndugleikarnar. Meðal inntøkan hjá einum íbúgva er millum 350.000 og 400.000 kr. Aftrat hesum fáa allir íbúgvar eina ferð um árið em kekk uppá 14.000 kr. sendandi. Men sagt verður, at vanligar vørur eru dýrari her enn í USA annars. Hetta er orsakað av flutningskostnaðinum. Eins og hjá norðmonnum fer ein stórur partur av avgjaidinum frá oljufeløgunum í ein oljugrunn, sum er ætlaður at brúka úr, tá verri tíðir koma. Tað eru tvey stór oljufeløg, sum arbeiða í Alaska. Umframt Arco er tað eisini BP. Hesi bæði feløgini royna at fáa loyvi til at bora eftir olju í nýggjum økjum har norðuri, í tí teir nevna tað órørda North Slope Borough. Tað er óvist um feløgini fáa loyvi til tess. tí mong halda tað vera skeivt at nema tey náttúruvøkru og fullkomiliga óspiltu økini har norðuri í Alaska. Viði høgga teir væl av, og fiskur er nógvur at fáa, helst laksur, men tað er eisini nógv til av toski og kalva. Fiskivinnan verður roknað sum ein sera týdningarmikil vinna. Sitka, ein av høvuðsbýunum í Suðuralaska, varð bygdur í árinum 1804. Hann liggur á Baranofoynni og er í dag heimsins fremsta laksahavn. Samferðsla. Nógvur legst kavin í Alaska, og fyrr mátti farast millum bygdir við hundasleðu. Torført er at ferðast, og tí hava teir bygt nógvar flogstøðir seinnu árini, so at nú verða flogfør ógvuliga nógv brúkt, bæði til at flyta fólk og varu. Í Anchorage setast tey stóru flogførini, sum flúgva millum Evropa og Ásia tvørtur yvir Norðpólinum. 10 tímar tekur ferðin úr Keypmannahavn til Anchorage og 8 tímar haðani til Tokyo, Japan. Fyri at gera ferðalíkindini betri millum Alaska og hin partin av USA, hava teir lagt veg norður ígjøgnum Kanada, so nú ber til at koyra við bili, ið hvussu er um summarið. Markið millum Kanada og USA, sum gongur 49 breiddarstigi vestur frá vøtnunum, verður ikki vart, so sum gjørt verður millum flest onnur lond. Har eru eingir tollarar ella vaktarmenn, og fólk kunnu fara um markið, sum teimum lystir. Dýralívið. Hvítabjørn og roysningur eru størstu dýrini, tú sært í Alaska. Ein stórvaksin, gomul hvítabjørn vigar ikki lítið. Hon kann toga upp ímóti teimum 1600 pundunum. Mest heldur hon seg uppi á landi ella úti á rekaísinum. Stundum balist hon eftir fongi í tí ísakalda sjónum. Tær bleikgulu bjarnirnar bera orð fyri at vera herviligastu ránsdýr í landinum. Tær slúka alt kjøt- og tvøstkent, sum fyri kjaftin rekur. Grammastar eru tær eftir kópatvøsti. Ofta leggur hvítabjørnin seg í slys við eitt íshol - til reiðar at taka kóp, ið kemur upp at anda. Roysningurin er lættur at kenna av ývnu kompunum og teimum báðum longu høggtonnunum. Føðslan hjá roysningi er mest skeljafiskur. Roysningur er av kópaætt. Hann er tó eitt sindur ólíkur kópunum - eisini í lívshátti. Teir báðir størstu kóparnir í Alaska eru steinkópurin og ringkópurin. Steinkópur er gráur við dimmum blettum um allan kroppin. Ringkópur er vanligasti kópur við norðuramerikansku strendurnar. Navnið hevur hann eftir ringmynstrinum á kroppinum. Á norðuramerikansku havleiðunum er eisini hópur av hvali. Moskusneyt er síðullað, morlitt, og hevur ljósan blett niður á ryggin. Moskusneytini eru ikki verulig neyt, men í ætt við seyð. Tey liva vill úti í norðuramerikansku náttúruni. Revur er nógvur í Alaska. Sløgini eru tvey - hvítrevur og blárevur. Skallaørn er størsti ránsfuglur í Alaska - flogið er stívar 2 metrar. Føðslan hjá henni er mest fiskur, fuglur og hara. Falkur er væl minni enn ørn. Hann flýgur óføra skjótt, skjótari enn ørnin, og knappur er hann í vendini. Snjóuglan - við teimum stóru, gulu eygunum - livir mest av læminga. Ravnur er eisini vanligur fuglur í Alaska. Hann er svartur, skyggir í grønligum og bláum. Fisk og fugl, kjøt og egg koyrir hann í seg. Eitt vilt slag av høsnaættini livir í Alaska - rýpan ("Lagopus leucura"). Føðslan hjá henni er bløð, ber og knubbar av runnum og lyngi. Av øðrum fuglum, ið balast við Alaskas strendur, kunnu vit nevna lóm og æðu. Amerika. Norður- og Suðuramerika er merkt við grønum. Landslutir í Sudan. a> er býtt sundur í 17 landslutir. Sudan. Sudan (arábiskt; "جمهورية السودان") er triðstørsta land í Afrika, men tað er av fátækastu og minst mentu londum í heiminum. Stórir landspartar í Sudan hava verið meint raktir av turki og hungursneyð seinastu árini. Søga. a> mentan, men sum tíðin leið fekk tað sína egnu serstøku mentan. Sunnan fyri gamla Egyptaland var Nubia. Frá um 2000 f.Kr. til 1600 f.Kr. ráddu egyptar har. Ovara Nubia æt Kusj. Hesar øldirnar kyknaði rík og sermerkt mentan í landslutinum Kerma, og eina tíð vóru kusjittar mest sum frælst fólk. Frá uml. 1500 f.Kr. til 900 f.Kr. legði Egyptaland aftur Nubia undir seg, og egyptar floymdu inn í Nubia. Men so viknaðu egyptar og mistu ræðið. Kusj kom fyri seg aftur, og høvuðsstaður varð bygdur til Napata norðanfyri fjórða fossin í Nilá. Frá 770 f.Kr. til 716 f.Kr. lupu tveir kusjittiskir herhøvdingar á Egyptaland, róku valdsharrarnar frá, tóku sjálvir valdið, og høvdu ræðið til 671 f.Kr. Tá ið kusjittiska yvirvaldið í Egyptalandi viknaði, flutti kusjittmentanin seg suðureftir, og høvuðsstaður gjørdist nú býurin Meroe. Um hetta mundið verður farið at nýta jarn í Nubia. Í t.d. Meroe var nógvur jarnmálmur og nógvur viður. Leirkeralistin og metalsmíðið í Meroe eru víða gitin. Fyri 300 f.Kr. vóru kusjittar í Sudan bundnir at handlinum við Egyptaland. Um 300 f.Kr. fluttu teir høvuðsstaðin til Meroe, sum var longri suðuri, og funnu sær aðrar handilsvegir. So hvørt sum kongstíkið vaks, skapaðu kusjittar eina mentan, sum fór longri burtur frá egyptisku mentanini. Sum tíðin leið, gjørdu kusjittar sær eina skrift burtur úr egyptisku hieroglyfunum, ið eingin enn dugir at týða. Meroe gjørdist stórbýur við borgum, templum og sethúsum. Henda mentan varð nevnd tann "meroitiska". Meroitisku kongarnir vóru virdir sum hálvgudar og eru jarðaðir í pýramyduskapaðum gravum, sum líkist egiptisku pýramidunum. So hvørt sum meroitiska mentanin kom fyri seg, fingu kusjittar størri virðing fyri sínum egnu gudum enn fyri teimum egyptisku. Enn tann mætasti meroitiski gudurin var ljóngudurin Apedemek. Sharia. Vanligt er at revsa við koyrilssløgum og tílíkum. Islamiska stýrið í Norðursudan setti í verk sharialóggávu í 1983. Tá Sudan í 2009 varð býtt sundur í Suðursudan og Sudan, lovaði Omar Hassan al-Bashir, forsetin í norðara partinum, sum í dag er Sudan, at tjóð hansara skuldi handhevja sharialógirnar strangari frameftir. Fyri fyrstu ferð í 2014 síðan nýggj revsilóg varð sett í verk í Sudan í 1991 er eitt fólk dømt til deyða fyri trúarskifti. Dómurin varð feldur í rætti í høvuðsstaðnum Khartoum í mai 2014. "Vit góvu tær tríggjar dagar at avnokta trúgv tína, men tú heldur fast við ikki at venda aftur til Islam. Eg dømi teg til deyða við heinging", segði dómarin Abbas Mohammed Al-Khalifa. Tann 27 ára gamla Meriam Yehya Ibrahim varð eisini dømd fyri ótrúskap, tí hjúnarband hennara við kristnan mann verður ikki góðkent í Sudan. Revsingin fyri hetta brotið var 100 koyrlasløg. Kvinnan er við barn og komin í áttanda mánað. Dómurin bíðar tó, til barnið er borið í heim. Sambært Al Jazeera er pápi hennara muslimur úr Sudan, og mamman er ortodoks kristin úr Etiopia. Kvinnan hevur tikið við trúgv mammu sínar og er gift kristnum manni. Tá hon í rættarhølinum varð avhoyrd, noktaði hon, at hon hevði skift trúgv. Hon greiddi frá, at "hon altíð hevði verið kristin og ongantíð hevði skift trúgv". 2019 new president Ahmed Awad Ibn Auf. Innanlandsstríð. a> búgva. Flóttafólkini streyma úr Sudan. Óstøðug viðurskifti eru í sudanska landspartinum Darfur. Vápnaða stríðið í Darfurlandspartinum byrjaði í 2003, tá Sudanska Frælsisørslan, nevnd SLM/A, og Rættvísis- og Javnrættindarørslan, nevnd JEM, fóru at kríggjast móti stjørnini í Sudan. Og tað hevur ikki gingið stillisliga fyri seg; morð, rán, og dráp hava merkt stríðið. Grundgevingin fyri álopinum var, at stjørnin í Sudan tók sudanesarar av arábiskum uppruna fram um sudanesarar av ikki-arábiskum uppruna. Sudanska stjørnin og JEM skrivaðu undir friðarsáttmála í 2010, men avtalan helt ikki. Støðan er tó meira fløkt enn so, stríðið er eisini um at fáa bestu landbúnaðarjørðina, umframt annað. Omar Bashir er eftir øllum at døma einasti einaræðisharri í heiminum, sum enn situr við valdið, hóast hann hevur ábyrgdina av, at fleiri hundraðtúsund folk eru tikin av døgum. Omar al-Bashir verður sjáldan nevndur í sambandi við menniskjaligu tragediuna í Darfur landspartinum, hóast hann er høvuðspersónur. Fólkið. Fyri norðan er fólkið muslimskt og talar arábiskt, í miðjum landi og fyri sunnan búgva mong fólkasløg, ið tala afrikonsk mál og hava ymsar afrikanskar átrúnaðir, nøkur eru eisini kristin. Stríð ímillum fólkið fyri norðan og sunnan hevur verið atvold til drúgvt borgarakríggj. Nubiar fyri norðan byggja ferhyrnd hús úr sólturkaðum tigulsteini við flatari tekju. Nubanar, bøndur í hálendinum í Miðsudan, byggja rundar smáttur av træstreyrum, grasi og hirsuhálmi, tekjan er strýtuskapað. Mong ættarfólk lívbjarga sær við at halda dýr og eru alsamt á ferð eftir nýggjum beitilendi. Fleiri dýr, maður eigur, mætari og virðingarverdari er hann ímillum ættarfólkið. Borgarakríggið hevur volt flakkfólkinum miklan skaða, nógv beitilendi er farið fyri einki, og gomlu ferðaleiðirnar eru stongdar. Dinkaflakkfólkið, eystan fyri Nilá, livir av at halda neyt. Síðan Sudan gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1956, hevur muslimska stjórnin í Khartoum roynt at noyða fólkið í landinum at taka við islam. Hetta hevur elvt til borgarakríggj og hungursneyð. Búskapur. Meginparturin av fólkinum býr fram við Nilá og veitir vatn úr ánni á akrarnar. Tveir triðingar av fólkinum liva av landbúnaði, høvuðsgrøði er bummull, jarðnøtir, arábagummi, hirsa og dadlur. Myndugleikarnir hava sett í verk stóra vanveitingarverkætlan til tess at menna landbúnaðin. Landafrøði. "Sjá eisini Khartoum og landslutir í Sudan" Nilá rennur ígjøgnum landið, og mesta fólkið býr í fruktagóða lendinum fram við ánni. Steinoyðimørk er fyri norðan og mýrilendi fyri sunnan. Stórir landspartar í Sudan eru alt ov turrir til, at fólk kann búgva har, og ónýtiligir sum dyrkilendi. Stór akurlendi eru oyðiløgd í borgarakrígnum. Guam. Guam (chamorro: "Guåhan", enskt: "Territory Of Guam") er eitt amerikanskt hjáland í Osiania. Hon er størsta oyggin í Mikronesia. Guam er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Marianoyggjar í Mikronesia. Guam hevur umleið 160 túsund íbúgvar. Hagåtña er høvuðsstaðurin og størsti býurin er Dededo. Guam er 545 km², í 2014 var fólkatalið á oynni 161 000. Hon er nakað størri enn Streymoy, sum er 373,5 km². Í Guam er fólkatættleikin uml. 320 fólk fyri hvønn km², og í Streymoynna uml. 60 fólk fyri hvønn km². BTÚ fyri hvønn íbúgva í landinum er $ 28,700. Eddie Calvo (føddur 29. august 1961 í Tamuning, Guam) er guvernørur. Hann umboðar republikanararnar. Guam eru limir í Compact of Free Association við Sambandsríki Amerika. Tá ið Spania tapti í Spanska-amerikanska kríggi ímóti USA í 1898, máttu teir selja Guam til USA 11. august 1898. Frá 1668 og í 320 ár var Guam undir sponskum ræði. Japanska hersetingin í Guam vardi frá 8. desember 1941 til 21. juli 1944 undir Seinna heimsbardaga. Tað verður nú arbeitt við og tosa um, um Guam skal vera ein sjálvstøðug statur í USA saman við Norðaru Marianaoyggjum. Oyggin er millum annað nevnd í sanginum "Where America's Day Begins", sum eisini er tjóðarslagorðið hjá Guam. Eisini verður hon viðhvørt umtalað sum frítíðarstað í amerikanskum spælifilmum. Sum partur av amerikansku umboðanini hava Guam ein sessur í Umboðsmannatinginum í Washington DC, ið er samstarvið millum fólkavaldu tingini (sambandstingið) í USA. Søga. Trý skip úr spanska rannsóknarflotanum, sum skuldu sigla kring jørðina við portugisiska sjófaranum Ferdinandi Magellan (1480 – 27. apríl 1521) sum høvuðsmanni, sigldu um tað ovurstóra Kyrrahav. Tey komu fram á tvær smáar polynesiskar oyggjar á vegnum. At enda í mars 1521 kom Magellan til Guam, størstu oynna á Marianoyggjum, tá var manningin illa fyri, og nógvir vóru deyðir. Bardagin við Guam endaði við at umleið 20.000 lótu lív. Tumon-strondin við Dededo. Strondin er væl umtókt ferðamál. Bardagin við Guam. Landið var ein partur av tí Spanska hjálandaveldinum til 1898, tá USA legði landið undir seg. Undir Seinna heimsbardaga bleiv Guam hersett av Japan; 8. desember 1941 varð Guam hersett av Japan. Japan hevði ikki sent krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á Guam. Í krígsárunum 1941-1944 var Guam hersett av japanarum, og vóru hetta hørð ár hjá fólkum. Nógv fólk varð sent av landinum og sett í fangatippir í Japan. Guam gjørdi í 1944 uppreistur móti tí japanska hjálandaveldinum og skjótt kom USA Guam til hjálpar. Omanfyri 10 % av fólkinum á Guam lótu lív undir japanska stýrinum frá 1941 til 1944. Hermenn úr USA gera innrás í Guam 21. juli í 1944 og koyra Takeshi Takashina herovasta frá. Dagurin 21. juli hátíðarhaldast enn sum "Liberation Day". Amerikonsk stríðsflogfør við torpedobumbum søktu m.a. japonsk skip. Ikki vardi so leingi, so høvdu amerikanskir herskip og hermenn sigrað á japanarum, og Guam varð lýst at vera eitt sjálvstøðugt ríki í USA. 18.000 japanskir hermenn lótu lív. Í minsta lagi 1783 amerikanarir lótu lív. Hóttan úr Norðurkorea. Í 2013 var kent at Norðurkorea hevur flutt rakettútskjótingar rampar til eysturstrondina. Í apríl 2013 kom fram at politiska leiðslan í Norðurkorea hevði góðkent ætlanir um eitt eirindaleyst kjarnorkuálop á amerikonsk mál. Ein tænastumaður í amerikonsku fregnartænastuni CIA sigur við CNN at sambært teirra informasjóndeira so kann ein rakettútskjóting koma heilt skjótt. Informasjónin byggir á avlurting av internum norðurkoreanskum samskifti. Talan kann vera um eitt beinleiðis álop á amerikanskar basur í Asia, Guam ella Hawai'i. Amerikanska verjumálaráðið Pentagon hevur gjørt greitt, at teir fara at senda rakettverjuskipanir til kyrrahavsoynna Guam, har USA hevur eina stóra hernaðarstøð. USA hevur áður sent B-1B «Lancer»-flogfør til Guam til tess at ræða Norðurkorea. Oyggin liggur í ein útsynning úr Norðurkorea umleið 3.500 kilometrar frá høvuðsstaðnum Pyongyang. Landafrøði. Guam er syðsta oyggin í oyggjabólkinum Marianoyggjum. Guam er tann størsta í oyggjabólkinum og eisini størsta í Mikronesia. Hon er nakað størri enn Streymoy, sum er 373,5 km², men tað búgva 160.000 fólk á Guam, so har er ógvuliga tættbygt. Landaøki er 541,3 ferkilometrar. Tað vil siga, at Føroyar eru uml. 2-3 ferðir størri enn Guam. Hóast tað eru 13.000 km til høvuðsstaðin í USA, District of Columbia, hoyrir Guam til USA eins og Marianurnar, ið liggja 2000 km eystur úr filipinsku strondini. Hon liggur 1280 km norðanfyri Palau. Teir størstu býirnir eru Dededo, Yigo, Tamuning og Mangilao. Høvuðsstaðurin eitur Hagåtña, men tað er bara 18. størsti býur. Hægsta punktið eitur Mount Lamlam (407 m.). Har er tropuveðurlag; í meginpartinum av Marianoyggjum er miðalhitin tann heitasta mánaðin um summarið millum 30 og 35 °C, og tann kaldasta mánaðin millum 20 og 25 °C. Ein vetrardag í februar 1973 máldu teir 18 °C, hetta er mesti kuldi, máldur er á Guam. 19 kommunur eru í Guam: Agana Heights, Agat, Asan‑Maina, Barrigada, Chalan‑Pago‑Ordot, Dededo, Hagåtña, Inarajan, Mangilao, Merizo, Mongmong‑Toto‑Maite, Piti, Santa Rita, Sinajana, Talofofo, Tamuning, Umatac, Yigo og Yona. Búskapur. Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Guam. Umleið 1 mió. ferðafólk vitja árliga. Flestu ferðafólk, ið koma til Guam eru japanar (uml. 70 %). Bíligir flogferðaseðlar hava gjørt, at eisini nógvir amerikanar fara til Guam at ferðast. Mest er tað heita veðrið, strendurnar og víkurnar, sum draga fólk higar. Ferðavinna er ein týdningarmikil vinna og inntøkukelda, annars er herurin hjá USA tann størsta vinnan. Umleið 6.000 amerikanskir hermenn eru á Guam. Næstan ein triðingur av oynni er undir ræði av amerikanska herinum. The Joint Region Marianas er ein amerikonsk hernaðarkommando á oynni við herstøðunum Anderson Air Force Bace og Naval Base Guam. Anderson Air Force Base hevur B52-bumbuflogfør og jagaraflogfør. Ovastin í amerikanska herinum hevur nevnt Guam sum "permanenti flogberin hjá USA". Fólkið. Almennu málini í Guam eru tvey, enskt og chamorro. Upprunafólkið í Guam eru chamorro-indiánar. Í 2014 var fólkatalið 161,001 og fólkatættleikin var 320 pr. km². Allir á Guam eru amerikanskir ríkisborgarar. 11.4 prosent av fólkinum er arbeiðsleys og miðallívsævin í landinum er 78.93. Undir 1 prosent av fólkinum eru ikki lesifør. Tann Rómversk-katólska kirkjan er størsti trúarbólkur í Guam; umleið 85 prosent av fólkinum eru rómverskir katolikkar í 2014. 23 prosent av fólkinum livir í fátækradømi (sbrt. CIA, 2001). Á Guam er nógv fólk av filipinskum uppruna. Mál. Høvuðsmálið í Guam er enskt, men flest øll tosa eisini tað gamla málið, chamorro. Á bygd tosa nógv bara chamorro, og í býunum tosa summi bara enskt. Listi yvir amerikanskar býir eftir íbúgvatali. Hetta er ein leisti yvir amerikanskum býum við yvir 100 000 íbúgvum. Frostspreingingar. Frostspreingingar; Vatn í rivum í klettinum frysir og spreingir klettin. Eftir stendur eitt landslag við ógvuliga spískum tindum. Hetta sjáldsama landslagið varð dánað av frosti. Diamantar. Diamantar eru harðasta steinslag. Teir verða nýttir til fleiri ymisk endamál, eitt nú til prýðislutir, men teir eru eisini sera vælegnaðir at nýta til borir ella at skera glas. Olja. Olja og gass vóru elasmáar verur, sum doyðu fyri milliónum árum síðani og komu at liggja undir havbotninum. Sum tíðin leið, vórðu tey til olju. Gass verður ofta funnið beint oman á oljuni. Viðhvørt verður olja leidd gjøgnum rør inn á meginlandið; men veldiga stór skip, nevnd oljutangaskip, sigla vanliga oljuna til lands. Nógv olja og gass er funnið undir havbotninum, so einasti háttur at fáa fatur á tí er at bora djúpt niður. Oljuboripallar eru serliga gjørdir til at bora eftir olju og gassi. Olja verður nýtt til mangt og hvat, sum til dømis bensin til tok og flogfør og til elorkuverk. Arbeiðsfólkið er á boripallunum vikur í senn. Útgerð verður flogin út við tyrlum. Var oljan uppi, hevði heimurin steðgað. Ídnaðurin og samferðslan høvðu staðið still, og mong hús staðið køld. Olja er tí týdningarmesta stakvøra, handlað verður við nú á døgum. Bara fá lond vinna og flyta út olju; tey flestu oljulondini eru í Miðeystri, Norður- og Vesturafrika og í Mið- og Suðuramerika. Oljan verður flutt úr einum landi í annað ígjøgnum rørleiðingar og við tangaskipum. Tey londini, ið keypa mestu oljuna, eru USA, Evropa og Eysturásia (Japan er uppií). Korallriv. Litføgru korallrivini í sjónum síggja út sum urtagarðar. Korallriv; Mongd av grótlíkum tilfari skapað av leivdunum av koralldýrum á botni á grunnum vatni. Um dagin eru korallrivini full av vøkrum, sjáldsomum skapningum. Um náttina taka nógvir seg aftur í holur og helli at hvíla. Smáu fiskarnir kunnu eisini leita sær skjól í korallrivunum undan teimum størru ránsfiskunum. Meginlandarák. Myndin vísir umhvarvið á teim stóru jarðarplátunum Ómetaligir máttir inni í jørðini gera, at meginparturin av jarðarskorpuni aldri er í frið. Meginlondini flyta seg á ovurstórum plátum. Hetta verður nevnt meginlandarák. Atvoldin til rørsluna ella rákið er, at tilfarið inni í jørðini er ógvuliga heitt og partvíst flótandi. Heita tilfarið trýstir upp undir køldu, hørðu jarðarskorpuna og trýstir á pláturnar, so at tær flyta seg. Meginlondini førka seg um ein sentimetur um árið, tað dragnar ímillum summi lond, dregur saman ímillum onnur, og summi aka fram við hvør øðrum. Har tað hendir, verður landslagið broytt, til dømis verða nýggj fjøll til. Jarðarskorpan er sett saman av ógvuliga stórum plátum, sum fella saman sum putlispæl. Pláturnar hava í milliónir ár flutt seg og gera tað enn við øgiligari ávirkan á jarðarflatan. Pláturnar reka í ávísar ættir. Meðan tær flyta seg, broyta tær skap og stødd - Hetta varir milliónir ár. Markið, har plátur koma saman, verður nevnt umskaring. Jarðskjálvtar og eldgos eru av og á, og fjøll rísa, tá ið plátur reka hvør móti aðrari. Klettafjøll í Norðuramerika vórðu til, tá ið tvær plátur stoyttu saman, og stóri Rivudalur í Afrika er vorðin til við tað, at Afrikaplátan er um at skrædna í tvíningar. Eldgos og jarðskjálvtar minna okkum á, at pláturnar alsamt reka. Rivur verða í jørðini, tá ið tvær plátur fara hvør frá aðrari, og grótbræðing spríkir upp úr kápuni og fyllir rivuna. Á Tingvøllum í Íslandi er long riva í jørðini, tí at Norðuramerikapláta og Evrásiapláta reka hvør frá aðrari. Er hetta á havbotninum, verður ein fjallaryggur á botni, við djúpum dali eftir miðjuni, soleiðis var Atlantsryggur til. Tað hægsta á hesum ryggjum kemur stundum upp úr sjónim. Ísland er soleiðis vorðið til. Ganga plátur sundur uppi á landi, verður djúpur klyvdalur, við brøttum líðum. Franskt mál. Franskt er móðurmál hjá umleið 64,8 mill. fólkum, harav um 51 mill. í Fraklandi, um 6,7 mill. í Quebec í Kanada, um 4 mill. í Belgia og slakari 1,3 mill. í Sveis. Franskt er eitt av stóru heimsmálunum. Franskt er eisini eitt av høvuðsmálunum, tá ið tað snýr seg um evropeiska søgu, mentan og nútíðar viðurskifti. Harumframt eru mong lond og øki um allan heim, har franskt er høvuðsmál ella eitt av høvuðsmálunum. Franskt er av tí romansku greinini, sum hevur ment seg úr latíni, sum er eitt sonevnt italiskt mál. * William Shakespeare. William Shakespeare (26. apríl 1564 (doyptur) - 23. apríl 1616) var enskur rithøvundur, hann verður sagdur at vera mætasti sjónleikarahøvundi, sum skrivað hevur á enskum máli. Hann leikti ofta í Globe-sjónleikarahúsinum í London, har flestu leikir hansara vóru framførdir. Hann var sannur málmeistari, og persónslýsingarnar, speiið og skemtiligi stílur hansara gera, at leikirnir siga líka nógv nú, sum tá ið teir vórðu spældir á fyrsta sinni fyri umleið 400 árum síðan. Sjónleikir eftir bólki. Talið í klombrum er árstalið fyri nær ið hildið verður, at verkini eru skrivaði. Francisco Franco. Francisco Paulino Hermenegildo Teódulo Franco y Bahamonde Salgado Pardo ella Francisco Franco (4. desember 1892 - 20. november 1975), var framúr samskipari og hækkaði skjótt í tign í herinum og gjørdist herovasti í Spania í 1935. Tá ið hann fór upp í uppreisturin í 1936, fekk hann sær italska og týska hjálp, afturfyri gjørdist hann hægstur í herinum og ríkisovasti. Franco og hansara menn vunnu, og eftir borgarakríggið stýrdi hann Spania sum einaræðisharri til sín deyð. Francisco Franco tók valdið í Spania í 1939 eftir eitt trý ára langt borgarakríggj. Hann sat við valdinum til sín deyða í 1975. Los Angeles. Los Angeles ella L.A. er næststørsti býur í USA og størsti býur í Kalifornia. Los Angeles varð grundlagdur í september 1781. Upprunanavnið hjá býnum er "El Pueblo de la Reina de los Ángeles" (á føroyskum "Bygdin hjá einglanna drotningini"), og býurin verður eisini róptur "City of Angels" (føroyskt "einglanna býur"). Í sjálvum býnum búgva 3,8 milliónir í 2014. Men L.A. er vaksin saman við fleiri aðrar býir, og til samans eru hesir býir eitt veldiga stórt samanrunnið stórbýarøki, ið er uml. 10.000 km2. Í stórbýarøkinum búgva uml. 13 milliónir fólk. Tað er meira enn 2 ferðir so nógv sum í Danmark. Stutt haðani eru strendur og snotiligir havnarbýir. Har er lutfalsliga heitt alt árið, og ikki so vátt. Fleiri milliónir fólk úr øllum heimi ferðast hagar á hvørjum ári. Hann er ídnaðarbýur, har verða mest gjørd bilar og flogfør. Bilarnir í Los Angeles eru fleiri enn í nøkrum øðrum býi, og hetta kemur av, at býurin er bygdur á so ógvuliga stórum øki. Nógv av fólkinum býr í egnum húsum við urtagarði rundanum. Teir nógvu bilarnir elva til álvarsama luftdálking. Í Los Angeles og har um leiðir fara motorvegir í hópatali í allar ættir. Allir hesir bilarnir elva til álvarsama dálking. Tætt við býin eru góðar oljukeldur. Landið rundan um býin er slætt og væl dyrkað, men teir mugu veita vatn til bøin. Størsta tíðindablaðið er Los Angeles Times. Søga. a>. Los Angeles er ein býur við nógvari tilflyting. Stórur tørvur er á íbúðahúsum og fólk mugu búgva langt burturi frá miðbýnum. Fyrst var ein lítil handilsstaður, sum so við og við vaks til ein bý. Fyri 1920-árini vóru ikki nógvir bilar og bussar. Fólk, sum arbeiddu í ídnaðinum, máttu fara til gongu til arbeiðis. Tí kundi ikki vera ov langt ímillum bústaðarøki og ídnaðarøki. Ídnaðarfyritøkur vóru ofta mitt inni í býinum, og tað hevði við sær álvarsama dálking og CO2-útlát, til dømis frá verkstøðum, stálverkum og sláturvirkjum. Tess fleiri fólk flutu hagar at arbeiða, tess størri varð tørvurin á handlum, sjúkahúsum, bústøðum, verkstøðum og samferðslu. Fyri at gera pláss fyri øllum hesum fólkunum hava tey bygt ymsar forstaðir rundan um býin. So hvørt sum býurin fór at vaksa, vasks eisini tørvurin á bústøðum. Í nógvum býarpørtum var so trongligt, so heldur enn at byggja fleiri íbúðarhús inni í býnum, fóru tey undir at byggja bústaðir í útjaðaranum á býinum. Í 1950-árunum og 1960-árunum vórðu nógvir forstaðir bygdir uttan um Los Angeles, serliga í Ventura- og Orange County. Síðan 1960-árini eru flestu bústaðir í bygdir uttan um miðbýin. Nú á døgum er støðan tann, at ein meiriluti av fólkinum býr í forstøðunum og arbeiðir inni í býunum. At so nógv fólk eiga bil, hevur eisini havt við sær, at stórar sølumiðstøðir eru komnar uttan um. Tá ið jarnbreytirnar seinast í 19. øld vórðu útbygdar, og vegirnir blivu betri, fóru býurin at vaksa, bæði í vídd og í íbúgvatali. Samferðslan gjørdi eisini, at útsjóndin á býinum broyttist. Gjøgnum alla 20. øld eru arbeiðspláss og bústaðarøki í býinum flutt alsamt longri hvørt frá øðrum. Tá ið fleiri bilar komu, og eisini almenn samferðsla, so sum bussar, sporvognar og grundarbreytir, bar til at flyta ídnaðin út. Í Downtown Los Angeles eru í staðin bygdir fleiri bygningar til skrivstovur. So hvørt sum jarnbreytirnar komu, gjørdist tað m.a. nógv lættari at flyta tungar vørur yvir land. Tá bar nógv betur til at fáa gagn av náttúru­ tilfeingi innan úr statinum, til dømis jarnmálmi og gull. Damp­maskinan varð upp­funnin, og hon varð rikin við koli. Men nú á døgum hava teir ikki longur sama týdning. Ein orsøk er, at nógv av námsídnaðinum og stálídnaðinum USA er givin, og framleiðslan er í staðin flutt til Latínamerika og Ásia. Rasuófriðurin í 1992. Í 1980-árunum og fyrst í 1990-árunum var búskaparlig afturgongd í USA, og nógvastaðni vaks spenningurin aftur ímillum hvít og svørt. Í 1992 endaði hesin spenningur við ógvusligum ófriði í Los Angeles, tá ið eitt nevningating, bara hvít, fríkendi fýra hvítar løgreglumenn, sum vórðu ákærdir fyri grovan harðskap ímóti einum ungum afroamerikonskum manni. Avgerð nevningatingsins fekk øði í tey svørtu økjunum í Los Angeles. Ófriðurin stóð við í tvey samdøgur, eini 60 fólk doyðu, og fleiri enn 2000 vórðu skadd. Oyðilagt var fyri einar 800 mió. dollarar, og herurin og fleiri túsund løgreglufólk máttu leggja upp í. Ófriðurin í Los Angeles í 1992 var ringasti rasuófriður í USA í næstan 30 ár og vísti, at hóast nógv var batnað, var størri fíggindaskapur ímillum hvít og svørt enn hildið. Ótti fyri ófriði og ráni og skotbardøgum vóru ófrættatíðindi. Ein ríkisnevnd, ið varð sett at kanna ófriðin, fanst at løgregluni í Los Angeles og segði hana fara alt ov harðliga fram. Neistin sum festi í ófriðin í Los Angeles, var ein tilburður í 1991. Nakrir hvítir løgreglumenn steðgaðu einum svørtum bilførara, nevndur Rodney King, noyddu hann at leggja seg niður, lupu síðan á hann og slógu hann og sparkaðu hann. Rodney King, ið einki hevði gjørt til saka, var fluttur á sjúkrahús, illa skaddur. Ein eygleiðari tók álopið upp á sjónband, og upptøkan, ið vardi 2 minuttir, varð sýnd í amerikanska sjónvarpinum, men hóast álítandi prógv, vórðu løgreglumenninir fríkendir í Simi Valley. Búskapur. a> hevur undirhaldsídnaðurin tikið seg nógv fram í L.A. Los Angeles er størsti undirhaldsídnaðarbýur í heiminum. Av tí at luftin í Kalifornia er so turr, og sólin sær at kalla hvønn dag, ber sera væl til at taka film upp har. Hetta gera tey í tí viðgitna filmbýnum Los Angeles; haðani verða filmar sendir um allan heim. Tíðliga í 20. øld byrjaðu filmsfeløg úr bæði New Jersey og New York at flyta til Kalifornia orsakað av tí sólríka veðurlagnum. Undirhalds-ídnaðurin er ein ídnaðargrein, sum veksur skjótt í Los Angeles. Hann fevnir um til dømis filmar, sjónvarpssendingar, internetið, telduspøl, tónleik, tíðarrit og bøkur. Vøksturin í undirhalds-ídnaðinum hevur samband við ta tøkniligu menningina á KT-økinum, harundir sjónvarp yvir fylgisveinar ella kaðal og internetið. Tøknin ger tað møguligt at røkka út til nógv fleiri fólk enn nakrantíð áður, og tí ber til at brúka fyrimunirnar við hópframleiðslu og samvirkandi fyrimunir. Fyrimunir við hópframleiðslu og samvirkandi fyrimunir bera millum annað í sær, at ein filmfyritøka, sum t.d. Warner Bros í Burbank, bæði kann vinna pening av sjálvum filminum (filmsfløgur, atgongumerki í biohøllum og søla á internetinum) og av telduspølum, leikum og bókum. Eitt gott dømi um hetta eru Star Wars-filmarnir, har sølan av leikum hevur kastað næstan líka nógv av sær sum filmarnir sjálvir. Tað arbeiða 129,675 fólk í undirhalds-ídnaðinum í Los Angeles í 2012. Tað eru tey, sum halda, at vaksandi undirhaldsídnaðurin í Hollywood brýtur niður landamørk og elvir til eina mentanarliga alheimsgerð. Tá ið tær somu sjónvarpssendingarnar úr Hollywood verða vístar í t.d. Suðurafrika, Føroyum og Suðurkorea, elvir tað til eitt slag av heimsmentan, har hugsarnir, rák og brúkaraatferð verða felags. Umhvørvi. Ofta hava Los Angeles trupulleikar við umhvørvinum, serliga vegna útlát av ymsum slag. Tann nógva bilferðslan og útlátið frá fabrikk­unum elva til álvarsliga luftdálking. Viðhvørt er luftin so ring, at ávaringar verða sendar út í sjónvarpi og útvarpi, so at fólk kunnu halda seg innandura. Ein tann størsta orsøkin til dálkingina eru teir nógvu bilarnir. Vegirnir eru ofta stúvstappaðir við bilum, og tað tekur alsamt longri tíð at koma fram. Í Los Angeles mugu nógv fólk ferðast meira enn tveir tímar um dagin til arbeiðis og úr arbeiði inni í býnum. Harumframt flyta so nógv fólk til býin, at har er stórur tørvur á bústøðum. Eitt annað vandamál eru rúgvurnar av burturkasti, sum vaksa í hvørjum. Tað regnar næstan ikki frá apríl til november. Og í sama tíðarskeiði er tann hægsti miðalhitin uml. 30 °C. Um summarið er hitin ofta oman fyri 40 °C. Nógv orka verður brúkt til at køla luftina á skrivstovum, gistingarhúsum, í húsum og íbúðum. Kriminalitetur
. Sum við øllum øðrum stórbýum í USA, so myndar eisini harðskapur og annað líknandi lívið í býnum, serliga náttarlívið. Lógloysið í Los Angeles er størri her enn miðaltalið fyri landið; har vórðu 298 morð skrásett í 2012. Løgreglan í Los Angeles, L.A.P.D., gav í 2012 út $200 innkeypsgávukort til fólk, ið lótu automatisk skotvápn aftur, og $100 gávukort til teirra, ið lótu eina hondpistól, høglbyrsu ella riflu. Líknandi hevur verið gjørt í fleiri øðrum býum so sum Boston í Massachusetts og Detroit í Michigan. Nakrir serfrøðingar meta, at tað at keypa skotvápnini aftur hevur lítla ávirkan á at minka um harðskap við skotvápnum. Millum annað halda tey, at skotvápnini, ið verða givin vekk eru fyri tað mesta gomul ella arvaði skotvápn, ið eru ólík at verða brúkt. So er tað eisini lætt hjá vápnaeigarum í Kalifornia at keypa sær nýggj aftur. Borgarstjórin í Los Angeles, Antonio Villaraigosa (D), heldur tað harafturímóti vera eitt stig, ið kann takast móti skjótingini, sum var í Newtown í Connecticut í 2012. Sí eisini. * Marianna Debes Dahl. Marianna Debes Dahl (var fødd 24. november 1947) er føroyskur rithøvundur fødd í 1947 í Vestmanna. Hon hevur útbúgving sum lærari, men hevur starvast sum rithøvundur burturav nú í nøkur ár. Hon hevur verið virkin á vinstravonginum og var partur av lítla blaðbólkinum, sum frá 1983 til 1993 gav út blaðið Fríu Føroyar, hvørs undirheiti var "Friður - umhvørvisvernd - sosialistiskt tjóðveldi. Hon hevur umframt at skriva bøkur eisini framleitt ein hóp av sendingum til Útvarp Føroya. Fyrsta bók hennara var "Burtur á heiði", ein barnabók, ið vann fyrstu virðisløn í kapping um at skriva barnabók. Marianna er dóttir "gamla landslæknan" Hanus Debes Joensen (1913-1995). Hon fór 12 ára gomul til Danmarkar at ganga í skúla. Í 1971 kom hon heim aftur og fór í Læraraskúlan, haðani hon tók læraraprógv. Hon starvaðist í mong ár sum lærari, men hevur seinni roynt seg í øðrum størvum eisini. Marianna hevur verið virkin á mongum økjum, t.d. í Rithøvundafelag Føroya, Listafólkasambandinum (LISA), innan friðarrørsluna og í rørsluni ímóti rasuskilnaði (apartheid). Hon hevur verið sera virkin høvundur innan mong tekstasløg. Hon hevur skrivað smábarna- og barnabøkur, bøkur fyri ung, stuttsøgur, skaldsøgur, ferðafrásagnir, leikir, hevur týtt og ummælt, skrivað, týtt og lagt til rættis nógvar ljóðmyndir, sum Útvarp Føroya hevur sent. Hon er gift við Árna Dahl, tey eiga tvey børn: Tóta Árnadóttir, (fødd 1970) og Teitur Árnason, (føddur 1972). George Washington. George Washington (f. 22. februar 1732 í Virginia - d. 14. desember 1799 í Virginia) var fyrsti forseti hjá USA, 1789-1797. Hann var eisini amerikanskur herovasti í amerikanska frælsisstríðnum. George Washington varð føddur í Virginia og var langabbasonur ein enskan niðursetumann í USA. Fyrst gjørdist hann landmátari, men hann las eisini herstjórnarfrøði. Í 1750-árunum var hann í hjálandaherinum. Hann umboðaði Virginia fyrstu tingseturnar tíðliga í amerikanska frælsisbardaganum og gjørdist hægstráðandi fyri amerikanska herinum. Washington var eisini valdur fyrsti forseti í USA í 1789 og sat í tvey fýraáraskeið. Seinastu árini var hart stríð ímillum føderalistarnar (samveldismenninar), sum tóku undir við einum sterkum samveldisstýri, og republikanarnar, sum løgdu mest dent á rættindini hjá einstaka borgaranum og samveldisríkjunum. Abraham Lincoln. Abraham Lincoln (f. 12. februar 1809 - d. 15. apríl 1865), løgfrøðingur, føddur í Kentucky í USA, var ágrýtin forseti. 15. apríl 1865 varð hann myrdur. Ein sjónleikari, ið helt við suðurríkjunum, skeyt hann. Lincoln er ein hin mætasti forseti í USA. Lincoln var kendur sum forseti, tí hann var forseti, tá borgarakríggið var, og tað var eisini hann, sum tók stig til at fáa enda á trælahaldinum í USA. Sum hin 16. forsetin í USA kom Lincoln at taka avgerðir, ið fingu sera stórar avleiðingar fyri amerikanska fólkið. Hann verður roknaður sum størsti og besti forseti, ið USA nakrantíð hevur havt. Avgerðirnar, ið hann tók, komu eisini at kosta honum lívið. Hann doyði av skotsári tann 15. apríl 1865 bert 56 ára gamal. Allur heimurin syrgdi deyða hansara. Lincoln var m.a. beinleiðis orsøkin til, at trælahaldið fekk mønustingin, og at Sambandsríki Amerika sum samveldi yvirlivdi. Lívssøga. Lincoln var føddur í Hardin County, Kentucky. Tann lítla stokkastovan, har hann var føddur, hevði bert eitt vindeyga og eina hurð. Hesin hávaksni drongurin fekk ikki stórvegis skúlagongd, men noyddist í staðin at hjálpa til í øllum fyrifallandi arbeiði. Húskið flutti ofta, og altíð vestureftir. Øll barnaárini livdi hann sostatt á tí vandamikla markinum til niðursetulandið. Sum ungur hevði hann roynt hvørt av sínum. Hann hevði t.d. verið prámdragari á Mississippiánni og viðahøggari í teimum stóru skógunum í Kentucky. Eina tíð var hann krambakallur. Hann var sera arbeiðssamur maður og hevði ein jarnvilja, so tað eydnaðist honum at gerast løgfrøðingur, og haðani var gøtan ikki so torgingin at gerast politikari. Trælahald. Í nógv ár sótu Demokratarnir við valdinum í USA, og tí hevði forsetin altíð verið ein suðurstatsmaður. Men í 1860 vendi, tí tá vunnu Republikanararnir forsetavalið, og Lincoln gjørdist forseti og flutti inn í Hvítu Húsini í Washington DC. Lincoln er síðan vorðin hin best umtókti av øllum amerikonsku forsetunum. Hann var kendur sum íðin mótstøðumaður av trælahaldi, og tá iv hann var valdur til forseta í 1860, varð tað suðurstatsfólkunum greitt, hvat tey høvdu í væntu. Ellivu av Suðurstatunum gjørdu ikki vandari enn so, at teir søgdu limaskap sín í samveldinum upp við tí í hyggju at skipa eitt egið samveldi. Frá tí fyrsta hevði Lincoln ta áskoðan, at hetta fór at gerast ein vanlukka fyri bæði Suður- og Norðurstatirnar, um Amerika fór í tvíningar. Tí noktaði hann at góðkenna uppsagnirnar, og var hetta neistin, sum fekk Amerikanska Borgarakríggið at byrja. Trælahaldið varð ikki avtikið fyrr enn í 1865. Hann hevði rokkið sínum máli, hann hevði megnað at hildið Amerika saman, og hann hevði vinnið afroamerikanarunum frælsi. Sigursgleðin vardi tó stutt hjá honum. Gettysburg-røðan. Í 2013 eru liðin 150 ár síðani táverandi amerikanski forsetin Lincoln flutti fram ta sonevndu Gettysburg-røðuna, sum í dag er ein tann kendasta røðan í heimssøguni. Hetta var í sambandi við, at ein kirkjugarður til falnar hermenn varð vígdur í Gettysburg í Pennsylvania tann 19. november í 1863, mitt undir amerikanska borgarakrígnum. Hetta var hálvan fimta mánað eftir bardagan við Gettysburg, ið verður roknaður sum vendin í borgarakrígnum. Í røðuni, sum vardi bert tveir minuttir, talaði Lincoln um javnrættindi millum menniskju, og røðan gjørdi, at amerikanska borgarakríggið fór frá at snúgva seg um at halda saman upp á amerikanska sambandsríkið til eisini at snúgva seg um frælsi og javnrættindi fyri allar borgarar í USA. Tað er ikki full semja um, júst hvat Lincoln segði í røðuni. Tað eru fimm ymisk handrit til av røðuni – tvey, sum vórðu skrivað áðrenn røðan varð hildin, og trý sum vórðu skrivað aftaná – og tey eru ikki eins, umframt at fult samsvar heldur ikki er millum endurgevingarnar, sum tíðindabløðini høvdu av røðuni. Deyði hansara. Fáar dagar efitir borgarakríggið var endað, var Lincoln farin í sjónleikarhúsið í Washington DC saman við húski sínum. Í einum støðgi í leikinum trokaði ein maður seg inn, og bert trý fet frá skeyt hann Lincoln gjøgnum høvdið. Tann 14. apríl í 1865 verður Abraham Lincoln forseti í USA, myrdur. Maðurin leyp síðani niður á leikpallin og hvarv. Seinni kom fram, at brotsmaðurin var ein sinnissjúkur sjónleikari úr Suðurstatunum - John Wilkes Booth. Drápsdagin hevði Lincoln hildið eina røðu, har hann hevði sagt, at nú mátti virkast fyri semju millum suður og norður. Algeria. Algeria (arábiskt: الجزائر‎‎ / "al-Jazā'ir, tamazight: ⴷⵣⴰⵢⴻⵔ / Dzayer") er størsta land í Afrika. Algeria hevur mark við Marokko og Móritania í vestri, Mali og Niger í suðri og Tunesia og Libya í eystri. Í norðri liggur Miðjarðarhavið. Størsi býurin og høvuðsstaður er Alger. Aðrir stórir býir er Oran, Constantine, Annaba og Batna. Miðallívsævin í landinum er 73,77 ár. Høvuðsmálið er arábiskt. Meginparturin av fólkinum í Algeria býr í býum við strendurnar. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir. 30,1 prosent av fólkinum eru ikki lesifør og 12,9 prosent av fólkinum er arbeiðsleys. Landið hevur umleið 33,7 millionar íbúgvar. Næstan allir algeriar eru muslimar (99 prosent av fólkinum). Meðan fraklendingar ráddu, búsettu hundraðtúsundtals evropearar seg í Algeria, men mangir teirra fóru av aftur landinum, tá ið landið fekk sjálvstýri. Osmannaríkið. Meðan Suleyman 1. (1520-1566) stýrdi, var Osmannaríkið so stórt, at skuldi skil verða á, mátti tað verða stýrt í landslutum. Sultánurin í Istanbul setti pasjar (staðbundar landshøvdingar) at stýra. Sum tíðin leið, gjørdust landslutirnir óheftari, og ráðandi embætismenninir bardust javnan um, hvør skuldi ráða, helst í landslutunum í Norðurafrika. Alger var gitið fyri at vera miðdepil hjá sjórænarum. Tað var stundum eisini kallað "Barbárastrondin". Teir rændu kristin skip og tóku gíðslar, sum teir kravdu loysigjald fyri ella seldu teir sum trælir. Sjórænararnir, ið rændu fleiri enn 30 fólk í Hvalba í 1629, komu haðandi. Eisini Tunis og Tripoli vunnu sær stórt ríkidømi av sjórænaravirksemi sínum. Um 1700 gekk sjórænaravirksemið afturá, og hermenninir, sum vardu býin, tóku valdið. Hesir hermenninir vóru upprunaliga osmanniskar úrvaldsherdeildir, janitssjárar, sum høvdu búsett seg har, gift seg við konufólki haðan og skapað sær sítt egið samfelag og vóru ein ráðandi stættur í Alger. Teir skipaðu síni egnu viðurskifti og valdu sær hernaðarligan oddamann, nevndur "dey". Í 1710 tók oddamaðurin sær tignarheitið pasja, at staðfesta, at Alger hevði loyst frá sultáninum í Istanbul. At útvegað ríkinum pening, legði hann ógvuliga høgan skatt á fólk inni í landinum, og hann stuðlaði sjórænarunum. Algeria var í veruleikanum ikki longur partur av tí viknandi Osmannaríkinum. Sjálvræði. Landið vann sær sjálvstýri undan fronskum yvirræði í 1962. Frælsisbardagin stóð við í átta ár og týndi eina millión mannalív. Landalæra. Algeria er frá Miðjarðarhavsstrondini og langt suður í Saharaoyðimørk og er næststørsta land í Afrika. Meginparturin av landinum er turr oyðimørk. Meginparturin av teimum 33,76 milliónum fólkunum í Algeria búgva í smala strandgeiranum út ímóti Miðjarðarhavi. Her er veðurlagið lýtt og slavið um veturin og heitt og turt og summarið; tí er strandalendið betur egnað til landbúnað enn lendið inni í landinum. Mesta øki í Algeria er glóðheit oyðimørk - Sahara - sum veksur ógvuliga skjótt, tí at ov nógvur fenaður er uppiá í graslendinum í útryðjunum í oyðimørkini. Yvirskipanin ger, at lendið verður rótbitið, svarðlosnar og verður til dust og sand. Hóast hitin um dagin fer upp um 50° C, hóast náttarfrost og turk í mong ár, liva her dýr, sum hava lagað seg til hesar ómildu lívsumstøður. Politikkur. Algeria hevur havt týðandi leiklut í heimspolitikkinum sum limur í ST og Arábiasamgonguni. Størsta avbjóðingin hjá hernaðarstýrinum er, at alt fleiri fólk fara upp í fundamentalistisku fylkingina, ið hevur sum mál, at Algeria skal hava islamska stýrisskipan. Islamskir fundamentalistar eru farnir í kríggj ímóti hernaðarstýrinum í Algeria. Eini 70.000 fólk eru deyð seinastu árini í stríðnum ímillum partarnar. Søkt hevur eisini verið at útlendingum í Algeria, og bumbur hava verið lagdar í París og øðrum fronskum býum. Eitt hitt størsta vandamálið í Algeria er bráði fólkavøksturin. Í Algeria fjølgaðist fólkið úr 12 milliónum upp í 25 frá 1966 til 1990. Fleiri milliónir fólk eru flutt av bygd til býirnar at arbeiða. Hetta hevur elvt til stórt íbúðartrot inni í býunum og ovfólkaðar fátækrabýlingar í býarútryðjunum. So hvørt oljuvinnan er vaksin, eru býirnir eisini vaksnir; har hevur verið nógv bygt, og vinnu- og tænastustøðið eru munandi batnað. Um 60 prosent av fólkinum í Algeria býr nú í býum. Frammanundan búði meginparturin á bygd og livdi sum flakkfólk og bøndur. Í Algeria eru sera strangar lógir viðvíkjandi trúðarlívi. Til dømis er tað strangliga forboði at royna at umvenda muslimar, samstundis eru allar religiøsar samlingar undir sterkum eftirliti. Búskapur. Oljuvinnan hevur alt at siga í algeriska búskapinum, og 97 prosent av útflutninginum eru olja og gass. Tá ið olja varð funnin í 1958, gjørdist Algeria eftir fáum árum ríkt land. Áðrenn olja varð funnin, vórðu týdningarmestu útflutningsvørurnar sev og jarn. Olja og gass eru hjartatátturin í búskapinum í Algeria, og landið eigur ógvuliga stórar olju- og gassleiðir inni í Sahara. Oljuvinnan tók seg upp í 1958, og í 1979 vórðu vunnin 1,2 milliónir føt um dagin. Fallandi oljuprísur á heimsmarknaðinum í 1980- og 1990-árunum hevur havt við sær, at minni verður vunnið av olju nú, men teir vinna meiri gass enn áður. Algeria selur bæði Fraklandi og Sambandsríki Amerika gass. Algeria megnar ikki at dyrka nóg mikið av grøði til fólkið, sum fjølgast skjótt. Landið má flyta inn 75 prosent av matinum, landinum tørvar. Kortini livir helvtin av fólkinum av landbúnaði. Høvuðsgrøði er korn, aldinfrukt, vínber, oljuber og tubbak; fikur og dadlur eru eisini týðandi grøði. Algeria er ímillum tey lond í heiminum, ið dyrka mest av dadlum og gera mest av tundri. Dadlur verða etnar feskar, turkaðar ella malnar til mjøl. Brendir og malnir dadlusteinar verða nýttir til dadlukaffi. Dadlupálmin veksur í grønum í oyðimørkini, har vatnið vellir upp úr jørðini. Úr træbulinum fæst viður. Fólkið. Eini 33 milliónir fólk búgva í Algeria. Hóast arábar eru í stórum meiriluta, er fimtingurin av fólkinum berbar, fólkið, ið var undan arábum. Arábiskt er alment mál, og islam er høvuðsátrúnaður. Um ein millión evropearar búsettu seg í Algeria, meðan fraklendingar ráddu har, men nú eru bara nakrir fáir túsund eftir (undir 1 prosent av fólkinum). Flestir teirra eru ættaðir úr Fraklandi, Spania og Italia. Mentan. Algerisk mentan hevur djúpar og nógvar røtur, bæði islamiskar og úr mentanum, sum vóru frammanundan, at Algeria gjørdist islamskt land. Arábisku hertøkurnar í 7. og 11. øld hava sett sjónlig merki eftir seg í Algeria. Arábar gjørdust brátt fjølmentari enn upprunafólkið, berbar, sum gjørdu uppreistur ímóti nýggju valdsharrum sínum. Arábar settu skjótt bæði mál sítt (arabiskt) og átrúnað sín (islam) í gildi. Fólkið inni í landinum í Algeria hevði sína egnu avgomlu berbermentan, nógv øðrvísi enn mentanin hjá fólkinum í býunum úti við strendurnar. Wieluń. Wieluń er ein býur í Póllandi, sum hevur umleið 23 451 íbúgvar. Agnar Artúvertin. Agnar Artúvertin (1979-) er ein føroyskur rithøvundur, týðari, ummælari og ritsjóri. Hann hevur givið fleiri bøkur umframt ymiskt ið er komið á prent í ymiskum tíðarritum, bløðum og á netinum. Agnar var ritstjóri á Varðanum 2013-2015. Dimmalætting. Hví kvinnan leyp á sjógv (søga í seks pørtum) Skái, 7. feburar til 23. mars 2007 týddar yrkingar, Gustaf Frøding 26. mars 2007 Ferð mín niðan á Cader Idris (søga í tveimum pørtum) Skái januar 2007 Ferð mín til Jorsala (søga í tveimum pørtum) Skái 2004 Varðin:. Nakrar yrkingar. 5 yrkingar Varðin nr 79 (2012) Tær gátuføru piparmoyggjarnar og Um størsta fuppmakara í heimssøguni Varðin nr 78 (2011) 5 prosabrot Varðin nr 77 (2010) Áður enn Troya - ein farsa úr gamla Grikkalandi (søga) Varðin nr 76 (2009) Ein frásøgn úr Mjørkadali (søga) Varðin nr 75 (2008) Sorgarljóð (søga) Varðin nr 75 (2008) Søgan um lívið og deyðan (søga) Varðin nr 67 (2000) Kamehameha I. Kamehameha 1. var føddur á Hawaii, sonur Keōua, sum var ein av høvdingunum. Sum ungur var hann í 1770'unum í tænastu hjá faðirbróður sínum Kalaniopu'u, sum tingaðist við James Cook kaptein. Kamehameha helt tað vera fyrimun at savna oyggjarnar undir eitt meginstýri, og tíðliga í 1790-árunum gjørdi hann innrás á Maui, eina av størstu oyggjunum. Í 1795 hevði hann tikið flestu oyggjarnar. Tær, ið eftir vóru, vildu ikki lata valdið frá sær, helst Kauai, sum ikki gav seg undir fyrrenn í 1810. Tá hevði Kamehameha valdið yvir øllum Hawaiioyggjum. Eftir tað stýrdi hann friðarliga og gjørdi høvdingaráð, sum hann ráðførdi seg við regluliga. Hann stovnaði ríkisstýrdan einahandil fyri sandilviði, sum stórur eftirspurningur var eftir í øðrum londum. Eisini eggjaði hann øðrum tjóðum at vitja oyggjarnar, og hann stuðlaði heimaídnaði. Kamehameha 1. doyði í 1819. James Monroe. James Monroe (28. apríl 1758 – 4. juli 1831), fimti forseti í USA, skrivaði í eini yvirlýsing til kongressina í USA í 1823, at meginlondini Suðuramerika og Norðuramerika vóru ikki longur øki, har evropearar kundu taka hjálond. Setningurin hevur seinni havt við sær, at leggja fremmand lond seg upp á politisk viðurskifti í Latínamerika, fatar USA tað sum fíggindaligt virksemi, ið kann elva til kríggj. Dópur. Í kristna dópinum ímyndar vatnið, at sálin í tí, sum trýr, verður reinsað. Orðið dópur er úr fornsaksiska orðinum dopi, sum merkir at dyppa niður. Hetta er sama merking sum liggur í grikska orðinium baptismos, sum býr aftanfyri. enska baptize (at doypa) ella baptist. Áðrenn trúbótina var vanligt at dyppa barnið heilt undir í vatni. Í dag er vanligt at lata vatn í høvdið á barninum. Aðrar trúarrørslur til dømis Brøðrasamkoman hevur ikki barnadóp, men vaksnamannadóp. Aristoteles. Aristoteles (384 f.Kr.– 322 f.Kr.) var ein grikskur heimspekingur og vísindamaður, ið varð føddur í makadóniska býnum Stagira, Chalkidice. Faðir hansara, Nicomachus, doyði tá ið Aristoteles var barn, og Proxenus av Atarneus bleiv verji hansara. Átjan ára gamal slapp hann inn á Platons Akademi í Athen og var verandi har til hann bleiv 37 ára gamal (umleið 347 f.kr.). Verk hansara fevna um fleiri evnir – harímillum alisfrøði, lívfrøði, djórafrøði, metafysikk, skilvísi, síðafrøði, fagurfrøði, skaldskap, sjónleik, tónleik, røðulist, málvísindi, politikk og statsvísindi. Stutt eftir Platon doyði, fór Aristoteles úr Athen eftir ynski frá Philipi kongi av Makedónia til Makedónia, har hann varð lærari hjá Aleksandur Mikla frá 343 f.kr. Tíðarskeiðið meðan hann var lærari hjá Aleksandur Mikla gav Aristotles fleiri møguleikar og eitt yvirflóð av tilfeingi (útgerð). Hann stovnaði eitt bókasavn í Lyceum, sum hjálpti framleiðsluni av fleiri hundratals av hansara bókum. Tað, at Aristoteles var ein næmingur hjá Platon, hevði við sær, at teir høvdu somu áskoðan um platonismu, men eftir deyða Platons leitaði Aristotle sær frá platonismu til roynslustevnu (empiricism á eingilskum). Svalbarð. Svalbarð (á norskum "Svalbard") er norskur oyggjaflokkur norðuri í Íshavinum. Svalbarð hevur umleið 2650 íbúgvar. Størstu búplássini eru Longyearbýurin, Barentsburg og Ný Ålesund. Skúlar eru á teim flestu búplássunum. Fyrr var stór loðdýraveiða í oyggjunum, men einasta vinna nú er námsvinna. Russar hava nøkur kolanám í Spitsbergen. Kanningarstøðir eru í oyggjunum. Sýslumaður stjórnar oyggjalandinum. Serstakar reglur eru í gildi, til dømis skal einki hervald vera. Lítil skattur fær arbeiðsfólk at fara til Svalbarðs. 60 prosent av Svalbarði eru undir jøklum. Skógur veksur ikki í arktiskum veðurlagi. Bara dýr, sum hava lagað seg eftir viðurskifunum, eru har: hvítabjørn, roysningur, tjúrur, kópur, rípa, fjallarevur og svalbarðsrein. Ansað verður væl eftir viðkvomu náttúruni. Ferðafólkini verða alt fleiri, og tey eru havd undir strongum eftirliti. Politikkur. Í 1925 var Svalbarð við semju millum stórveldini og onnur avvarandi lond lagt undir norskt yvirvald og fyrisæti, tó so at fólk úr hinum semjulondunum kunna fáa virkisrætt. Oyggjarnar mugu ikki búgvast út hernaðarliga. Fleiri lond hava troytt náttúruríkidømi í og undir Svalbarði, men í 1920 fekk Noreg yvirvaldsrættin, tá ið Svalbarðssáttmálin var gjørdur. Í Svalbarðstraktatini verður staðfest, at Norra hevur fullan og órørligan hægstarætt yvir Svalbarði, at Svalbarð er ein partur av kongríkinum Norra, og at tað er Norra, sum tryggjar, at lógirnar, sum fevna um oyggjabólkin verða hildnar. Eisini verður staðfest, at borgarar og feløg úr øllum londunum, sum hava skrivað undir traktatina hava javnbjóðis rættindi til fiskiveiðu og alt slag av sjóvinnu-, ídnaðar-, náms- og handilsvirksemi á oyggjunum. Hetta hava m.a. russar gjørt brúk av í Barentsburg og hava útvegað Russlandi fótafesti á Svalbarði. Øll árini síðani traktatin varð undirskrivað hevur Norra rikið námsvinnu á Svalbarði, og hetta hevur verið grundarlagið undir búsetingini í Spitsbergen. Sólarmyrking 2015. Tað er bara í Svalbarði og í Føroyum at sólarmyrkingin fríggjadagin 20. mars 2015 kundi upplivast á landi. Christin Kristoffersen, borgarstjóri í Longyearbýnum, upplýsti fyri Ritzau, at tey væntaðu umleið 1500 ferðafólk til Svalbarðs í sambandi við sólarmyrkingina. Frammanundan búðu 2500 fólk á oynni og so var ikki pláss fyri fleiri, um trygdin framvegis skal haldast í hásæti. "Trygdin kemur fyrst, sjálvt tá tað er sólarmyrking. Tað er sólarmyrking, ja, men her er kalt, hotellini eru full og her eru hvítabjarnir. So halt teg burtur". Soleiðis ljóðaðu boðini frá myndugleikunum á Svalbarði til tey ferðafólk, sum høvdu fingið hug at koma til Svalbarðs fyri at uppliva sólarmyrkingina. Tí hotellini eru øll fylt, og tað er bítandi kalt í mars mánaði, og hvítabjarnirnar sníkja seg runt. Í 2011 drap ein hvítabjørn ein bretskan tannáring á Svalbarði, og tað er seinastu ferð, at fólk eru dripin av hesum stóru djórunum har. Men í miðal verða tríggjar hvítabjarnir skotnar um árið av fólkum, sum skjóta í sjálvverju. Skalvalop í 2015. Hin 19. desember 2015 hendi eitt skalvalop á Svalbarði, ið kravdi í minsta lagi eitt mannalív, ein maður í 40-unum doyði. Skalvurin tók fleiri hús við sær og flutti tey. Fólk á oynni savnaðust við spaka í hond fyri at leita eftir saknaðum fólkum. Húsini har ið skalvalopið fór fram vóru evakueraði. Í minsta lagi 9 fólk vórðu innløgd á sjúkrahús. Nightwish. Nightwish er ein finskur rokkbólkur. Bólkurin byrjaði í 1996. Liberia. Liberia ella Lýðveldið Liberia (enskt; "Republic of Liberia"), er eitt lítið land í Vesturafrika. Liberia hevur mark við Sierra Leona, Guinea og Fílabeinsstrondin. Liberia er meint rakt av borgarakrígnum, sum hevur herjað landið fram til 2005. Fleiri hundraðtúsund fólk vórðu noydd at rýma úr landinum, og búskaparstøðan í landinum er hættislig. Landið er skuldarbundið upp um háls og herðar, og er í dag bundið av útlendskari menningarhjálp. Søga. Liberia gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1847 og hevur ongantíð verið hjáland. Tí er landið elsta frælsa lýðveldið í Afrika. Í 19. øld hjálpti felagsskapurin American Colonization Society túsundtals leyslatnum trælum at fara úr USA og heim aftur til hetta landið í Afrika. Hetta varð upprunin til landsnavnið Liberia, sum merkir "frælst land". Liberia hevur enn nógv samband við USA. Fólk, ættað frá leyslatnum trælum í USA, høvdu havt valdið í Liberia, til hernaðarkvett varð gjørt í 1980. Høvuðsmaður fyri tí var Samuel Doe (f. 6. mai 1951 – d. 9. september 1990), ið var av krahnættini. Ættarstríð brast á, og í 1990 elvdi uppreistur ímóti Doe til borgarakríggj. Doe varð dripin, og eitt fleirtjóðað vesturafrikanskt herlið gjørdi innrás í Liberia. Tað setti eina bráðfeingisstjórn at stýra, men bardagarnir hildu fram upp ígjøgnum 1990-árini. Í 2001 samtyktið ST at seta handilsbann móti útflutningi av timbri og diamantum úr Liberia. Hesin útflutningur var brúktur til fígging av vápnaðum bólkum til bardagar, sum kostaðu mongum sivilum lív og sorg. Dimantarnir verða í USA kallaðir "blood dimamonds" ella blóðugu diamantarnir. ST setti krav um at mynduleikanir í Liberia skuldu steðga hesum sorgarleiki, so at útflutningurin kundi koma fólkinum til góðar. Í juni í 2007 var gjørd avtala við stjórnina í Liberia um hvussu sorgarleikurin skuldi stegðast, so handilsbanni kundi takast av. Landið fekk fyribils loyvi at útflyta timbur aftur. Á fundinum í ST-trygdarráðnum í 2007 kundi staðfestast at lóg og reglur sum steðgaðu óskilinum við timbri vóru gjørdar og kunngjørdar, meðan trupuleikin við diamantunum enn ikki var loystur. Borgarakríggj var í Liberia til 2005, og fleiri hundrað túsund fólk vórðu noydd at rýma av landinum. Búskapur. Ein av høvuðsatvoldunum, at Liberia hevur havt nógv samband við USA, er, at amerikanskar fyritøkur eiga stórar gummilundir í landinum. Tær hava í mong á verið av størstu arbeiðsplássum í landinum og hava verið týðandi inntøka hjá Liberia. Kenda amerikanska dekkfyritøkan Firestone hevur verið ein av fremstu fyritøkunum í liberisku gummivinnuni, sum setur úr gummitrænum, tá ið djúpar flikur verða ristar í børkin á tí. Búskaparstøðan er hættislig, og landið er skuldarbundið upp um háls og herðar. Síðan 1990 hevur verið borgarakríggj her, og búskapurin í landinum er fullkomiliga oyðilagdur. Fólkið. Seinastu árini hevur verið stríð ímillum ymisku fólkasløgini í Liberia, til dømis ímillum kpella-, bassa- og krufólkið. Stríðið harðnaði, og í 1990 brast á borgarakríggj í landinum. Kríggið hevur elvt til miklan skaða og steðgað búskapinum, sum var veikur frammanundan. Helvtin av fólkinum hevur verið noydd at flýggja heiman, og fólk hava svøltað, tí at soilt hevur verið at útvega mat í krígsherjaða landinum. 200 000 børn eru foreldraleys í Liberia. Landslutir. 4. Grand Bassa 5. Grand Cape Mount 6. Grand Gedeh 7. Grand Kru 10. Maryland 13. River Cess 14. River Gee Svasiland. Svasiland ella Kongsveldið Svasiland er lítið land í syðra-Afrika við umleið 1,3 mió íbúgvar. Í 2018 varð almenna navnið broytt til Kongsveldið Eswatini (enskt: "Kingdom of Eswatini", swazi "Umbuso weSwatini". Politikkur. Kongurin í Svasiland hevur stórt vald: Han er ríkisovasti og velur flestu tinglimirnar. Sum dømi um, hvussu nógv vald, hann hevur, er kongsheiti hansara, "Ngwenyama", sum merkir leyva. Búskapur. Kongsveldið Svasiland hevur nógv samband við máttmikla grannalandið - tað fær alla orkuveiting sína úr Suðurafrika, og suðurafrikanarar eiga stóran part av ídnaðinum. Týdningarmesta útflutningsvøran er sukurrør, men landið flytur eisini út við, kol og asbest. Umskapanin (týðing). Umskapanin (týskt: Die Verwandlung) er ein sera kend stuttsøga eftir Franz Kafka. Hon snýr seg um ein, sum eitur Gregor Samsa, og sum eina náttina umskapast til eitt stórt skordýr Kristiliga sangkórið. Kristiliga sangkórið er eitt føroyskt kór. Kórið varð sett á stovn í 1953 av dananum Borgen Hansen. Fyrstu árini varð vant í Sjómanshúsinum í Havn, seinni fekk kórið størri tilknýti til KFUM í Havn og venur har einaferð um vikuna, onkuntið meira. Kristiliga sangkórið plagar at skipa fyri einari várkonsert og jólakonsert í Dómkirkjuni í Havn. Fuglafjarðar hornorkestur. Fuglafjarðar hornorkestur hevur eftirhondini nógv ár á baki. Tað verður nevnt í grein í Glugganum í 1970. Havnar hornorkestur. Havnar Hornorkestur á Ólavsøku 2010. Havnar hornorkestur er hornorkestur úr Havn. Tað varð sett á stovn í 1903 og er tað elsta hornorkestrið í Føroyum. Ove Olsen stjórnaði Havnar Hornorkestri í nógv ár. Í dag (2019) stjórnar Tróndur Herason Olsen orkestrinum Klaksvíkar hornorkestur. Klaksvíkar Hornorkestur hevur eftirhondini nógv ár á baki. Hornorkestrið varð stovnað 5. mei 1950. Havnarkórið. Havnarkórið varð stovnað í 1966 sum Útvarpskórið. Tað var eftir áheitan frá Útvarpi Føroya, at kórið varð stovnað og varð tí uppkallað eftir Útvarpinum. Kórið vandi fyrstu ferð 24. januar 1966 og framførdi fyrstu ferð í Útvarpi Føroya á grækarismessu 1966. Í 1969 helt samstarvið við Útvarpið uppat, men kórið helt tó fram. Kórið ferðaðist uttanlands longu frá fyrstu árunum. Í 1973 fór kórið til Eysturríki til Europa Cantata, og tá fingu tey sær navnið Havnarkórið. Kórleiðari tey fyrstu mongu árini var Ólavur Hátún. Í 2014 tók Leif Hansen við sum kórleiðari. Kampala. Kampala er høvuðsstaður Ugandas. Fólkið í høvuðsstaðum í Uganda, fer næstan ikki frá húsum, uttan at tey hava regnskjól við sær, tí næstan hvønn dag, seinnapart á degi, kemur grovt æl. Í Kampala er í miðal eitt grovt toruæl 242 dagar um árið. Ímóti kvøldi slítur í, og luftin kólnar. Kampala fór illa í bardøgunum, tá ið Idi Amin varð settur frá og í bardøgunum aftaná, men nú verður býurin bygdur upp aftur fyri menningarhjálp og íløgur uttanífrá. Addis Ababa. Høvuðsstaðurin í Etiopia, Addis Abeba "(amhariskt; Āddīs Ābebā)", er størsti býur í Etiopia. Addis Abeba hevur 3,2 mió íbúgvar. Býurin veksur skjótt, og har búgva mong flóttafólk úr Norðuretiopia og Eritrea. Alt ov fá hus eru til alt fólkið, og eini 20 000 børn eru heimleys. Mong fólk búgva í fátækrabýlingum, har sum hvørki er reint vatn ella toilett. Ikki er óvanligt, at stór húski - eini 8 til 10 fólk - búgva í einum rúmi. Khartoum. Khartoum "(arábiskt; الخرطوم al-Kharṭūm)" er høvuðsstaður Sudans. Fleiri milliónir fólk eru komin til Khartoum sunnan og vestan úr landinum, haðan tey eru flýdd undan bardøgunum og neyðini. Mong teirra búgva nú í vesaligum fátækrabýlingum uttarlaga í býnum. Súla. Súla (frøðiheiti - "Morus bassanus") er sjófuglur, sum heldur seg úti á víðum havi, tá hon ikki er á landi. Hon leitar til klettaoyggjar í Norðuratlantshavi til at verpa. Ungin hjá súlu verður nevndur ompul. Størsta súluvarp í heiminum sigst vera á Eldey í Íslandi, men eisini eru stór súluvørp á Súlnaskeri við Vestmannaoyggjarnar og á oyggjunum St. Kilda við Skotland og Bonaventure oynni við Kanada. Í Føroyum tekur súlan land á pálsmessu, 25. januar og fer í bergið á leypársmessu, 24. februar. 2. oktober fer hon aftur frá landi. Súla er størsti byggingarfuglur í Føroyum. Flogið er favn langt úr einum veingjabroddinum í annan. So langt aftur í tíðina sum nakrar frásagnir røkka og inntil nú fyri fáum árum síðani, hevur hon átt einans á Mykineshólmi og tveimum drongum har vestanfyri. Áður enn Sumbiarsteinur var niðurlopin, hevði hon setur har, men átti ikki. Og í ongum øðrum stað setur hon seg niðurat, uttan hon er deyðasjúk — feig, søgdu teir gomlu. Prúð er hon at síggja, tá ið hon kemur stillisliga flúgvandi fram yvir sjónum, snjóhvít við ytra helmingi av veingjunum svørtum. Á nakkanum og hálsinum er hon gullig, og føturnir eru svartir við klænari grønari striku niður eftir framrøðini á legginum og haðani omaná hvørjari tá út í klónna. Høgt yvir sjónum fer hon, — eyguni mugu vera óføra góð, tá ið hon úr tí hædd kann síggja seið og sild niðri í sjónum — brádliga stoytir hon sær so niður, eitt sindur á skák; veingirnar heldur hon fyrst nakað út frá sær, alt sum hon kemur niður, nærkast teir kroppinum, og í tí hon fer undir, hevur hon teir tætt at síðuni; tað hevði verið ein dyggur stoytur, men nevið og høvdið eru vaksin sum ein kíli til at taka hann av. Blámandi fer hon nakrar favnar niður — tað hendir, at hon kemur føst í gørn meir enn 12 favnar undir vatni — er burtur eina góða løtu og kemur so undan aftur, stundum við so harðari ferð, at hon støkkur leys úr sjónum. Á pálsmessu kemur súlan at landi. Um grækarismessu fer hon at væla sær um reiðrið, sum hon hevði í fjør. Tað er bæði stórt og sterkt, klínt saman sum ritureiður av grasi og tara og harafturat ymissum, tær finna á floti, sum smá træsprek, pettir av hvannjólum og tílíkt. Hon verpur eitt hvítt egg og vermir í 6 til 7 vikur. Dúnungin er hvítur; ompul er hann kallaður. Fjaðraður er hann dimmgráur við hvítum prikkum og eitur tá grásúla. Ungarnir verða mataðir soleiðis, at súlan stingur nevið inn í hálsin á teimum og spýr føðina niður í teir. Eftir mikkjalsmessu rýma bæði grásúlan og hvítsúlan. Tá ið grásúlan kemur aftur fyrsta árið, er hon hvít um høvur og háls; annað árið hevur hon dimman kross omaná, og triðja árið er hon sprøklut eftir rygginum. Hesi árini er hon í Mykinesi nevnd oyðisúla, í Sørvági grindubøka. Um miðjan september fara Mykinesmenn at taka grásúlu, sláa hana við einum træ í høvdið, so hon doyr. Hesa seinastu tíðina hava teir fingið sum 900 um árið. Hon er óføra feit og smakkar væl. Nakrar heingja teir upp at turka, men tað mesta salta teir. Fyrr tóku teir eisini hvítsúlu; men teir sóu, hon var í minking, og so nøkur ár herfyri løgdu teir tað av. Síðani tá er hon væl nørd, og nakrar fáar hava tikið nýtt land, eiga inni á sjálvari oynni. Norðan fyri og vestan fyri Hebridurnar, langt burtur av landsleið, eru nakrir drangar og hólmar, har súlur eiga í óførum meingi. Á hvørjum heysti fara menn út á summar av teimum, liggja har í nakrar dagar og veiða grásúlur í manga túsund tali. 1802. 1802 (MDCCCII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum D-dagur. D-dagur var leyniorðið fyrir fyrsta daginn í innrásinni á Normandí 6. júni 1944. Japan. Japan er eitt oyggjaland eystan fyri meginlandið í Ásia. Á japanskum eitur landið Nihon ella Nippon. Tekinini, ið vera nýtt í navninum Japan á japanskum merkja sól og rót, og tí verður Japan stundum nevnt sólarrisins land. Japan er um somu stødd sum Finnland, men hevur 126 mió. íbúgvar. Høvuðsstaður Japans, Tokyo (japanskt: "東京都"), er staddur á størsti oynni, Honshū. Japanska flaggið er hvítt við einum eyðkendum reyðum sirkli í miðjuni. Tað verður nevnt, at Japan er "landið við tí rísandi sólini" og at tað er hetta, flaggið skal ímynda. Landafrøði. Japan er eitt oyggjaland við 6.852 oyggjum, har fýra tær størstu eru Honshū, Hokkaidō, Kyūshū og Shikoku. Innan fyri oyggjarnar eru stór høv: Okhotskarhavið, Japanshavið og Eysturkinahavið. Meiri enn tríggir fjórðingar av landinum er bergligt fjallalendi. Japan liggur í einum jarðfrøðiligum virknum øki og tí er jarðskjálvti eitt vanligt fyribrigdi. Til dømis, so er størsta fjall í Japan 3.776 m høgt, Fujiyama, eitt sovandi gosfjall. Siðstu ferð tað goysti var í 1707. Harðir jarðskálvtar, tá hús rapa og brýr, vegir og jarnbreytir fara í sor, kunna eisini koma fyri og í 1995 var ein tílíkur harður jarðskjálvti í havnabýnum, Kobe; yvir 5.000 fólk lóu eftirá. Fujiyama er óføra vakurt fjall, og japanesarar meta tað sum teirra heilaga fjall. Túsundtals fólk hava í øldir á hvørjum ári gingið niðan á fjallið at fáa sær sálarstyrk. Nú hava menn lagt veg niðaná, so nú streyma ferðafólkini niðan at síggja niður í tað víða gosopið og at njóta ta frísku luftina og tað vakra útsýnið, sum har eru. Japanska veðulagið er ymiskt. Í syðri oyggjunum er lýtt alt árið, men longur norður tú kemur, kaldari gerst tað. Nógvur kavi legst á fjøllini fyri norðan um veturin. Politikkur. Sum eitt í høvuðsheitum konservativt land hevur Japan deyðadóm. Í september 2008 vórðu tríggir menn avrættaðir í Japan, og hetta merkir, at 13 fólk eru avrættað í Japan í 2008, og í minsta lagi 102 fangar eru í deyðskliva. Í 2009 vann vistravendi flokkurin "Democratic Party Of Japan", stytt til DPJ, (japanskt: "民主党", "Minshutō"), valið í Japan og fekk tá stjórnarvaldið. Høgravendi flokkurin "Liberal Democratic Party", stytt til LDP, (japanskt: "自由民主党", "Jiyū-Minshutō"), misti stjórnarvaldið eftir at havt tað í 54 ár. Hvalaveiði. Japanar veiða vanliga fleiri hundrað hval árliga við Antarktis til vísindalig endamál, men Greenpeace, Sea Shepherd og aðrir felagsskapir hava mótmælt veiðini, sum tey siga vera óneyðuga. Japan hevur veitt stórhval í Suðuríshavinum í eini 25 ár; alment hava japanar sagt, at talan var um "veiði við vísindaligum endamáli", men hesa frágreiðingina góðtók Altjóða Dómstólurin í Haag ikki í 2014. Síðani 1987 hava japanar veitt hval í Suðuríshavinum við vísindaligum endamáli, men fleiri halda, at tað við vísindini er bara ein umbering fyri at sleppa at veiða hval við vinnuligum endamáli. Tað er Avstralia, sum hevur stevnt Japan fyri dómstólin í apríl 2014 við kravi um, at japanska stórhvalaveiðan í Suðuríshavinum verður dømd ólóglig. Málið snýr seg bara um ta japonsku stórhvalaveiðina í Suðuríshavinum, har japanar plaga at veiða umleið 1000 hvalir um árið. Tað merkir, at úrskurðurin hjá dómstólinum hevur onga ávirkan á ta japonsku hvalaveiðina har norðuri í Kyrrahavinum ella í japonskum sjógvi. Tí hava myndugleikarnir í Tokyo boðað frá í apríl 2014, at øll loyvini at veiða hval har suðuri eru tikin aftur. Hinvegin ætla japanar at halda fram at veiða hval har norðuri í Kyrrahavinum og fram við landi. Búskapur. Japan er ein av heimsins størstu búskapum og er limur í G7, sum er; sjey teir størstu búskapirnir í heiminum. Høvuðsstaðurin Tokyo hevur ein av teimum størstu virðisbrævamarknaðunum í heiminum. Japan er eisini ein tann týdningarmesta fiskivinnutjóðin í heiminum. Útflutningur. Japan er ikki nakrar stórur marknaður fyri føroyskan útflutning. Nakað verður útflutt av millum annað frystum laksi, men talan er um smærri nøgdir. Men talan er um ein stóran marknað í heims­høpi, og verður hann órógv­aður kann tað hava víð­fevndar avleiðingar, sum eisini kunnu raka før­oyskan fiskaútflutning. M.a. Noreg flytir stórar nøgd­ir av laksi til Japan, og sleppur tann vøran ikki fram, skal hon finna aðrar marknaðir. Keisarin. Elsta trúnarvingakeisaraveldi er í Japan. Upprunaliga úr 7. øld f.Kr. Flestu japanarar virdu keisaran sum gud, og tí hevði hann stórt vald. Men eftir seinna heimsbardaga, tá Japan tapti og mátti gevi seg yvir, noyddist keisarin at siga alt politiskt vald frá sær. Akihito keisari er 125. trúnarvingin í somu ætt. Fólkið. Miðallivialdurin í Japan, har áleið 127 milliónir búgva, er ímillum teir hægstu í øllum heiminum. Kvinnurnar gerast í miðal 86 ár og menninir 79 ár. Seinastu seks árini er talið av japanarum, ið eru farnir um tey 100 árini, tvífaldað og eru teir nú tilsamans 36.000 í talið. ST væntar, at yvir ein millión japanarar verða yvir 100 ára gamlir í 2050. Sumo-glíming er ógvuliga væl umtókt ítrótt í Japan. Mentan. "Í einum aldudali úti fyri strondini í Kanagawa" Frá fyrst í 17. øld til miðskeiðis í 19. øld hevði Japan lítið samband við umheimin. Tað gav japanarum høvi til at menna nýggjar listagreinir, sum lýstu gerandislív, vælferð, átrúnaðir (buddismu og shintoismu) og náttúrufatan teirra. Í nýggju dukkusjónleikaralistini "bunraku" rørdu dukkurnar seg so nettliga og væl, at áskoðararnir næstan hildu, at tær vóru livandi. Ímillum aðrar nýggjar listagreinir var eisini "kabuki"-sjónleikur. Tað vóru sangleikir, leiktir í litføgrum búnum, sum viðgjørdu/umrøddu núlig evni í samfelagnum ella søguligar hendingar. Síðla í 17. øld fóru japanar at gera træskurðarprent og at mála málningar. Summi prent vóru endurgerðir av gomlum listaverkum, onnur vóru livandi myndir úr gerandislívi. Tey vórðu nevnd "ukiyo-ye". Nøkur "ukiyo-ye"-listafólk, sum til t.d. Katsushika Hokusai (1760 - 1849), eru vorðin heimsgitin. Japanar vístu hugsan sína um náttúruna og vakurleika hennara á mangan hátt. Ein háttur var "bonsai"-listin, pottaplanting, har ávís træsløg vórðu gróðursett í pottar og røkt soleiðis, at tey líktust vanligum trøum. Sum fráleið fingu teir tey at vaksa bæði innandura og uttandura. Nú á døgum hava mong fólk um allan heim bonsai-trø. Kenda prentið hjá Hokusai "Í einum aldudali úti fyri strondini í Kanagawa" úr røðini "Tríatiseks útsýni at Fujifjalli", er úr 1830-árunum. Tað setur máttloysi menniskjans upp ímóti náttúrunnar ófatiligu megi og vísir skip og manningar verða tveitt í kring í øgiligum sjógvi. Tey, sum hoyra til shintontrúnna, ið er ein av størstu átrúnaðunum í Japan, halda Fujifjallið (Fujiyama) verða heilagt. Fleiri túsund pílagrímar fara tungu leiðina upp á fjallið hvørt ár at vitja shintoheilgidómin, sum er á hægst á fjallinum. Fujiyama verur mett at vera tjóðarmerki landsins og tí hava mangir japanar mynd ella málning av Fujiyama uppi á bróstinum í húsum sínum. Japanar fara í kimono (merkir "klæði") høgtíðardagar og aðrar hátíðarligar løtur. Kimono er síðermd kápa við breiðum belti um miðjuna. Hann er vovin úr silki, bummull ella ull. Mangir silkikimonoar eru litfagrir og vakurt baldýraðir. Lars Mikkelsen. Lars Dittman Mikkelsen (føddur 6. mai 1964) er ein danskur sjónleikari, ið varð útbúgvin í Statens Teaterskole í 1995 og sum síðan arbeiddi á Kongaliga sjónleikarahúsinum. Han er beiggi sjónleikaran Mads Mikkelsen og er giftur við sjónleikaranum Anette Støvelbæk. Í 2007 móttók hann virðislønina Teaterpokalen. Stýrivolt. Stýrivolt (stundum Stýrvolt) er eitt kortspæl ið nú bara verður spælt í Føroyum. Navnið stavar frá lágtýskum "stürewold" ið merkir "vilt ósmæðið menniskja". Reglur. Reglurnar fyri spælið, sum tað varð spælt í Kvívík, eru at finna í Varðanum bind 43, s. 162ff. Theodore Roosevelt. Theodore Roosevelt (27. oktober 1858 - 6. januar 1919) var neytabóndi, veiðimaður og rannsóknarfari, umframt at hann var politikari. Hann fekk innlit í politikk sum nýskipanar-republikanari í New York og gjørdist væl umtóktur sum ovasti fyri sjálvbodnu Rough Riders, eitt reiðlið, ið gjørdu tænastu í spanska-amerikanska krígnum 1898. Sama ár varð hann valdur landshøvdingi í New York, og í 1901 gjørdist hann varaforseti. Eftir tað at William McKindley forseti varð myrdur í september í 1901, gjørdist Roosevelt forseti, og í 1904 varð hann afturvaldur. Stjórn hansara setti í verk eina nýskipanarætlan, og týdningarmestu broytingarnar vóru, at rættindi hjá stórfyritøkunum vórðu avmarkað, og tiltøk vórðu sett í verk at verja náttúrutilfeingið í USA. Roosevelt tálmaði eisini valdsmisnýtsluna hjá jarnbreytafeløgunum og stytti arbeiðstíðina hjá børnum, sum arbeiddu á verksmiðjum. Í uttanríkspolitikki eggjaði hann Panama at taka loysing frá Kolumbia, og afturfyri útvegaði USA sær rættindi til at gera Panamaveitina. Morðroynd. Theodore Roosevelt hevði longu sitið tvey skeið sum forseti, frá 1901 til 1909, tá hann, eftir at hava sitið uttanfyri í fýra ár, gjørdi av at stilla upp enn einaferð. Tann 14. oktober í 1912 var hann á valfundi í Wisconsin og gjørdi seg til at halda røðu, tá John Schrank skeyt fyrrverandi forsetan. Kúlan fór ígjøgnum pappírið við røðuni, gjøgnum hylkið til eygnaglasið og rakti hann í bringuna. Theodore Roosevelt var royndur veiðumaður, og tá hann ikki hostaði blóð, kundu hann sjálvur staðfesta, at kúlan ikki hevði rakt lunguni. Hann helt sína røðu sum ætlað, meðan blóðið rann út gjøgnum frakkan, og tað fyrsta hann segði við fjøldina, var “eg veit ikki, um tit skilja, at eg akkurát eri skotin. Men tað skal meira til at drepa ein elgtarv.” Aftan á røðuna kom hann undir læknahond, har staðfest varð, at sárið ikki var lívshóttandi, men at tað fór at vera hættisligari at royna at fáa kúluna út heldur enn bara at lata hana vera har hon var, so Roosevelt gekk við kúluni í bringuni restina av ævi síni. John Schrank varð dømdur inn á eitt sinnissjúkrahús í Wisconsin. Hann segði, at spøkilsið hjá William McKinley hevði givið honum boð um at taka Roosevelt av døgum, og hann var eisini ímóti, at nakar skuldi sita sum forseti í meir enn tvey valskeið. Martin Luther King. Martin Luther King Jr. (15. januar 1929 - 4. apríl 1968) var føddur í Atlanta, Georgia í USA. Hann var prestur og gjørdist gitin fyri javnstøðu ímillum hvít og svørt. King var ávirkaður av Gandhi og fekk svartar amerikanarar at mótmæla friðarliga og virðiliga. Sjálvur var hann uppi í mongum mótmælisgongum og gjørdist tann navngitnasti og virðiligasti í borgararættindastríðnum. Hann varð myrdur í 1968, tað elvdi til harm og míkla vreiði, og órfriður brast á í 125 býum í USA. King helt, at "the Founding Fathers" høvdu Bíbliuna, tann kristna moralin sum grundvøll, tá USA varð sett á stovn. Tí var tað, at hann vildi integrera sítt fólk í tað kapitalistiska Amerika. Hann sá tað góða við tí politisku skipanini í USA, sum hann segði bygdi á javnaðarhugsjónina í liberalismuni; hann sá møguleikar í at broyta skipanina innanfyri normarnar í tí amerikanska dreyminum. King fekk Friðarheiðursløn Nobels í 1964, eftir at borgararættindarørslan hevði fingið "The Civil Rights Act 15" samtykt. Hendan talan hevur, av fleiri orsøkum, ógvuliga stóran týdning. Fyri tað fyrsta leggur hon stóran dent á búskapartrupulleikan, ikki bara í USA, men finst eisini at valdsbýtinum í heiminum sum heild. Fyri tað annað verður røðan hildin í Oslo, og verður tí send "worldwide", og ikki einans í landsdekkandi amerikanskum sjónvarpi. Tað triðja, sum ger hana sera týdningarmikla í hesum høpi er, at hon verður av talsmonnum fyri brotástøði mett sum umskiftið í arbeiði Kings. Eftir hesa røðu halda teir, at hann skiftir fokus frá rasujavnað til fátækdømi. Vincent Gordon Harding, ein vinmaður Kings sigur, at King í 1966 hevði halgað teimum fátæku arbeiði sítt. Gudloysi. Gudloysi ella ateisma merkir "uttan gud". Orðið "ateisma" stavar úr grikskum (a-theos) og merkir bókstaviliga "uttan gud" og føroyska týðingin "gudloysi" merkir tað sama. Fólk, sum eru gudloysingar, trúgva ikki upp á nakran gud ella gudar. Munur er á gudloysi og skeptisismu ella at vera tortrúgvin. Nógvir gudloysingar eru eisini skeptikarar, men ikki allir, og tað er gjørligt at ikki trúgva upp á ein gud el. gudar, meðan ein samstundis trýr uppá gand og ymiskt annað. Tað einasta, sum allir gudloysingar hava til felags, er, at teir ikki trúgva upp á nakran gud. Hetta ger tað trupult at samla allar gudloysingar í sama bás. Ósemja finst millum gudloysingar um, hvat besta heitið er at ganga undir, júst hvat teir so trúgva og hvørt gudloysi er eitt ov avgjørt heiti. Í Føroyum er ein felagsskapur til fyri gudloysingar, sum eitur "Gudloysi". Hetta felag varð stovnað í august 2008 og hevur síðani ment seg til ein lívligan luttakara í samfelagsligum kjaki, tá talan er um ta ávirkan, sum átrúnaður hevur á føroyska gerandisdagin. Í 13 londum fáa gudloysingar deyðarevsing, um teir verða avdúkaðir. Hetta kemur fram í einari kanning, sum altjóða felagsskapurin IHEU (International Humanist and Ethical Union) hevur gjørt í sambandi við altjóða mannarættindadagin í 2013. Kanningin vísir, at umframt hesi 13 londini (Afganistan, Iran, Maleisia, Maldivoyggjar, Móritania, Nigeria, Pakistan, Katar, Saudiarábia, Somalia, Sudan, Jemen og U.A.E.) sum øll eru muslimsk, eru eisini lond í Vesturheiminum, ið fremja mismun móti teimum, sum ikki trúgva upp á nakran gud ella gudar. Løgfrøðingar og serfrøðingar í mannarættindum hava í sambandi við kanningina hugt eftir lógarverkum, rættarfrásagnum og søgum í fjølmiðlum. Uetersen. Uetersen () er býur við ánna Pinnau í Kreis Pinneberg í Schleswig-Holstein, Týskland. Býurin er 11,43 km² til víddar. Har búgva 18,101 fólk (31. desember 2015). Býurin er fyrstu ferð nevndur í keldum frá 1224. Riddarakvæði. Riddarakvæði hava altíð verið væl umtóktur skaldskapur í Føroyum, líka frá fyrstu tíðini, kvæði vórðu yrkt. Talaner um høviskan skaldskap um rík og/ella aðalborin fólk, og vanligasta temu í teimum eru kærleiki og hevnd. TSB-skrásetingin hevur hendan bólkin við sum bólk D. Í TSB eru skrásett 45 føroysk kvæði av hesum slagi. Moyin og sveinurin (TSB D 71) Harra Pætur og Elinborg (TSB D 72) Pætur Knútssons vísa (TSB D 80) Magnus kongur í Noregiella (TSB D 94) Kongur og jomfrú (TSB D 136) Harra Jóan Ingvarsson (TSB D 193) Riddarin og festarmoyin (TSB D 224) Grímur á Aðalvølli (TSB D 230) Harra Pætur og Kirstin (TSB D 245) Harra Tímars vísa (TSB D 247) Valdiman og Tóva (TSB D 258) Plóg og Ingimman (TSB D 310) Faðir og sonur (TSB D 316) Faðir og dóttir (TSB D 324) Ingimann og Eirikur (TSB D 345) Kong Valdiman og Sofía (TSB D 346) Ellindur bóndi á Jaðri (TSB D 268) Kristin og keypmenninir (TSB D 426) Sum dømi um innihaldslig eyðkenni kann nevnast, at kvæðið "Harra Pætur og Elinborg" snýr seg um tvey ung, ið gjørdust góð. Elinborg vildi tó ikki giftast beinanvegin, men vildi liva støk í sjey ár afturat. Hetta líkaði ikki Harra Pæturi, og hann forbjóðaði hvørjum manni at sova við henni. Áðrenn hesi sjey árini vóru umliðin, var Harra Pætur fluttur av landinum til Danmarkar. Elinborg leingist so illa eftir honum, at hon at enda ger av at fara til Danmarkar eftir honum. Saman við nøkrum moyggjum fer hon við báti avstað. Tær høvdu klipt sær hárið, Elinborg gjørdi teimum riddaraklæði og lærdi moyggjarnar jútska riddaramálið. Aftaná at hava siglt í tríggjar mánaðar kemur hon inn í høllina hjá Harra Pæturi og konu hansara, ið kallaðist Ingibjørg. Tó at Elinborg hevði klipt hárið hjá sær, sær Harra Pætur, at hetta er Elinborg.At enda sigur Harra Pætur við Ingibjørg, at hann fer avstað við sínum systursoni, sum hann kallar Elinborg, og um hann ikki kemur aftur innan fýra dagar, skal hon ikki vænta hann meira. Men Ingibjørg visti tó væl, at hon ikki var systirsonur hansara. Heimkomin lata Harra Pætur og Elinborg seg gifta. Í "Flóvin Bænadiktssyni" er ein kvinna, nevnd frúgvin Marita, gift við Hermanni eftir vilja foreldranna. Tíðliga ein morgunin møtti hon, saman við sínum tólv fylgismoyggjum, Flóvini Bænadiktsyni, ið hevði hug á henni. Marita óttaðist fyri, at Flóvin skuldi drepa mann hennara, fyri at fáa hana, tí tað hevði hann sagt; og so varð. Marita hevði verið í kirkju og sæð Flóvin har, men segði við Hermann, at hann ikki var har, seinni varð Hermann skotin av Flóvini í skóginum. Marita fær tey syrgiligu boðini, at maður hennara er deyður. Eftir hetta ríður Flóvin til hennara á heysti, og biður hana koma í song við sær (sum niðurlagið sigur), men noktar hon hesum. Eftir hetta fór Marita í nunnukleystur. "Herleivs kvæði" snýr seg um keisarasonin Herleiv, ið ynskti sær sín javnlíka, eina konu, ið ein av sveinum hansara nevnir vænu dóttir kong Ívars í Danmark. Hetta eru hvørki pápi Herleiv ella Isgerð, elskarinna hansara, glað fyri. Hóast hetta fer hann til Danmarkar, har hann í høll kongsins biðir um dóttur hansara, við tí svari, at hon sjálv má svara fyri seg. Hon játtaði seg at giftast við honum, og so varð. Eftir at tey vóru gift, fekk hon sóttina, helsótt. Hon gjørdist sjúk og doyði. Síðani gav Herleivur seg í kloystur og ongantíð livir hann betur enn nú. "Harra Pætur og Elinborg" og "Flóvin Bænadiktson" hava fleiri felags innihaldslig eyðkenni; eitt nú afturvendandi kærleikstrýhyrningin. Sum dømi kann nevnast, at Harra Pætur og Ingibjørg vóru gift, men so kemur Elinborg ímillum tey, og hon og Harra Pætur giftast. Innihaldslig eyðkenni eru eisini, at øll riddarakvæði hava ein riddara ella ein, ið ber riddaraleiklutin í innihaldinum. Tað sæst eisini ofta á heitinum á kvæðunum. Kvæðini “Flóvin Bænadiktson” og “Herleivskvæði” enda bæði við tí, at høvuðspersónurin gevur seg í kleystur, tí makin doyr. Keldur:. Dahl, Árni: “Elstu skriftminni”. Í: "Bókmentasøga I - frá landnámi til Hammershaimb". Fannir 1980. Hallgrímskirkja. Hallgrímskirkjan í Reykjavík er tann størsta kirkjan í Íslandi. Tað tók umleið 30 ár at fáa hana lidna. Hon hevur eitt sera høgt torn, og ein lyfta gongur upp í tornið. Har kanst tú síggja út yvir allan býin, og tað eru nógv ferðafólk, sum velja hesa upplivingina. Uttanfyri kirkjuna er ein standmynd av Leivi Eirikssyni, sum fann Vínland (Amerika). Hon er ein gáva úr Sambandsríki Amerika. Akureyri. Akureyri (ella Akuroyri á føroyskum) er ein býur og kommuna í Íslandi. Har búgva umleið 17.500 fólk. Kommunan er fjórðstørst í Íslandi, næst eftir Reykjavík, Hafnarfirði og Kópavogi). Býurin við upplandi er næststørst í landinum, næst eftir Reykjavíkarøkinum. Akureyri liggur væl fyri inni í einum djúpum firði. Veðurlagið har sigst vera nógv betri enn aðra staðni í Íslandi, og av tí hava bæði trø og blómur nógv betri liviumstøður har. Havnin á Akureyri er sera týdningar­mikil, og har koma øll sløg av skipum árið runt. Útferðarmøguleikar á Akureyri eru stak góðir. Har verður skipað fyri nógvum útferðum fyri ferðafólki, men í býnum eru eisini nógv støð, sum eru verd eina vitjan. Til dømis Matthias Jochumsson kirkja, hon er ógvuliga vøkur, og hevur tvey torn. Sigurhæðir, sum er forn-minnissavn Matthias Jochumssons, sum livdi frá 1835 – 1920, og sum yrkti tann íslendska tjóðsangin. Náttúrufræði­stofnum Norðurlands, har allir fuglar og allar plantur, sum eru í Íslandi eru at síggja. Lystigarðurin, sum er vakrasta lund í Íslandi, og sum hevur allan tann íslendska vøksturin at vísa. Hatta vóru bert nøkur, men fleiri onnur merkisverd støð eru eisini. Brynhildar táttur. Kappakvæði, ið við sínum 118 kvæðum eru størsti kvæðabólkur, vit eiga, eru eyðkend við at snúgva seg um fysiska styrki, risar, gand og hetjur ella kappar. Millum kendastu kappakvæðini teljast Sjúrðarkvæðini, ið hava 4 tættir, ávíkavist Regin Smið, Brynhildar tátt, Høgna tátt og 2. Høgna tátt. "Grani bar gullið av heiði, " brá hann sínum brandi av reiði, "Brynhild" er dóttir Buðla kong, og tann, ið Sjúrður hevur kosið sær sum konu. "Sjúrður Sigmundarson" er sonur Sigmund og Hjørdis drotning. Hann verður í kvæðinum lýstur sum ein vakur, djarvur og ríkur maður. "Guðrun Gjúkadóttir" er dóttir Grimhild drotning, kúgað av móður síni, ið ræður øllum tí, sum Guðrun ger. Guðrun dugir eisini gand. Hon bryggjar ein drykk til Sjúrð, sum ger at hann gloymir alt um Brynhild. Brynhild, dóttir Buðla kong, vil ikki hava nakran annan biðil enn Sjúrð, sum hon hevur bíðað eftir í níggju vetrar, men sum hon sjálv ongantíð hevur sæð. Nógvir biðlar eru um boðið, men hon vil ikki hava nakran av teimum. Eftir ynski frá Brynhild, letur kongur borg byggja við eldi runt um. Hetta frættir Sjúrður frá tveimum fuglum, og fer beinleiðis til Hildarfjall, har Brynhild bíðar eftir honum. Mangir biðlar royna at sleppa inn í borgina, men koma ikki ígjøgnum eldin. Sjúrður er so djarvur, at hann ríður gjøgnum eldin á hesti sínum, Grana, hann brennir seg eitt sindur, men kemur ígjøgnum eldin og inn í borgina. Sjúrður finnur Brynhild í songini og tekur brynjuna av henni, og síðan fara tey saman í ástarleik, og har verður Ásla Sjúrðardóttir gitin. Sjúrður verður hjá Brynhild í sjey mánaðar, og fer síðani til kongin at biðja um Brynhildar hond. Áðrenn hann fer, ávarar Brynhild hann um Guðruna, dóttir Gjúka kong. Á veg heim aftur, ávarar Buðli Sjúrð fyri aðru ferð, men Sjúrður heldur fram við ferð sínari. Sjúrður møtir einum beisti á vegnum, sum fær hann at steðga ferðina og venda við ímóti Gjúkagørðum. Sjúrður verður villleiddur av Grimhild, konu Gjúka kong og Guðruni dóttir Grimhild og Gjúka, ið gera honum ein drykk, ið fær hann at gloyma alt um Brynhild. Guðrun vinnur Sjúrð, og hetta fær øði í Brynhild. Guðrun sigur at Brynhild hevur oyðilagt umdømið hjá pápa sínum, tí hon hevur spilt sín moydóm. Hetta fær Brynhild at krevja hevnd. Sjúrður og Brynhild møtast, og hann biður um fyrigeving, men Brynhild vil ikki fyrigeva honum. Brynhild føðir Áslu Sjúrðadóttir, men hon vil ikki síggja hana, og biður onkran bera barnið út í ánna. Ikki verður sagt meir um Áslu í hesum kvæði, men hon livir víðari í einum øðrum kvæði. Brynhild biður Gunnar og Høgna Gjúkason, brøður Guðruna, taka Sjúrða við sær út í skógin og taka lívið av honum við at geva honum salt kjøt og einki at drekka. Sjúrður verður tystur og legst í áarbakkan at drekka, og tá er tað at Høgni og Gunnar leypa á hann. Høgni stakk og Gunnar høgdi við hvøssum slíðraknívi. Tá teir hava dripið Sjúrð, bera teir líkið fyrst til Brynhild, men hon sigur við teir, at teir skulu bera líkið til Guðruna. Hon syrgir deyða Sjúrða og lovar at hon skal hevna hann. Brynhild doyr av sorg, hóast hon hevur givið boðini um at drepa Sjúrð. Sjúrðarkvæðini eru staðsett fremst í "Føroya kvæði", og verða av summum mett at vera byrjanin til kvæðainnsavningina í Føroyum. Tá H. C. Lyngbye innsavnaði kvæði í Føroyum og sendi tey til P. E. Müller, professara í Keypmannahavn, vóru tað Sjúrðarkvæðini, ið vaktu hansara áhuga, og hann heitti tá á fleiri kvæðainnsavnarar í Føroyum at fara undir at innsavna kvæði og senda uppskrivingarnar til Keypmannahavnar. Dziecinów. Dziecinów er ein bygd í Otwock landslutinum í Póllandi. Dziecinów hevur umleið 704 íbúgvar (2007). Býurin liggur nærindis Vistula ánni (Wisła) og fevnir um 6 km2. Sámar. Sámar er fólkaslag, sum býr í Norðurskandinavia, tvørtur um norðara partin av Noregi, Svøríki, Finnlandi og inn í Russland. Landið kalla sámar sjálvir Sápmi. Einir 30 000 sámar eru í Noregi, og hildið verður, at á øllum tí stóra strekkinum eru einir 50 000 sámar tilsamans. Sámar hava búð í Finnmørkini og kanska eisini nógv eystari og syðri, síðan okkara tíðarrokning byrjaði. Teir vóru friðarlig veiðifólk, ílatin skinnklæði, sum fluttu stað úr stað. Um veturin fóru teir á skíð, og um summarið til gongu við tjøldum sínum. Mest veiddu tey vill reindjór. Men tá ið villu reindjórini fækkaðust, fóru teir at hava tey tom, og so fóru sámar at rógva. Sunnanífrá komu skattakrevjarar og trúboðar, og seinast í 18. øld fingu skúlin og kirkjan stóra ávirkan í Sámalandi. Alt sámiskt skuldi kúgast. Sámar sluppu ikki at brúka mál sítt, mentan og trúgv sína. Kortini hóraði mangt unnan í tí dulda, og seinastu árini hevur sámisk mentan staðið í besta blóma aftur. Nú vilja fleiri og fleiri vísa, at tey eru sámar. Í 1986 fingu sámar sítt egna flagg, og nú royna teir av øllum alvi at draga undan sum sjálvstøðug tjóð. Í 1990 varð lóg samtykt í Noregi, sum tryggjar sámum rætt at brúka mál sítt. Entrena. Entrena er ein býur og kommuna í La Rioja í Spania. Býurin liggur 558 metrar yvir havinum. Evangelium. Evangelium er heitið, sum kristna frumkirkjan gav bókum, sum vórðu skrivaðar um lív Jesusar. Tey fýra kanonisku evangeliini eru tey eftir Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes. Orðafrágreiðing. Orðið "evangelium" kemur frá forngriska ευανγγέλιον, sum merkir góð ("εύ") tíðindi ("ανγγελίον"). Orðið var fyrst og fremst nýtt av rómverska keisaraveldinum, tá ið ein nýggjur keisari varð settur. Evangelii, góð tíðindi, vóru send runt alt ríkið, at boða frá hesi hending. Tey fyrstu kristnu brúktu hetta orðið fyri at boða at tann, í teirra eygum, veruligi keisarin, Kongur konganna, Jesus var føddur. Í 2. øld fekk tað týdningin eitt skjal, sum í N.T. sigur frá Jesu orðum og gerðum, til dømis Lukasar evangelium. Synoptisku evangeliini. Tey fyrstu trý evangeliini, Matteus, Markus og Lukas, verða rópt tey synoptisku evangeliini, tí tey eru í stóran mun bygd á hvørt annað. Í støðum sitera tey hvørt annað beinleiðis, í øðrum førum sitera og leggja tey ymiskt aftrat ella takað ymiskt burtur. Ymiskar teoriir eru um hvussu hendan ritstjóran er farin fram. Spurningurin um hesa ritstjóran verður róptur synoptiski trupulleikin. Summi vísa til eina ókenda keldu, kallað Q (stytting av týska orðinum "Quelle", sum merkir kelda), sum evangelistarnir bygdu sína skriving á. Flest allir granskarar eru samdir um, at evangeliið hjá Markus var tað fyrsta, sum varð skrivað. Sambært summum kemur síðani Matteus og so Lukas. Ósemja er um nær synoptisku evangeliini vórðu skrivað, men vanligt er at siga, at tað eftir Markus varð skrivað í 50-60, Matteus umleið 70 og Lukas umleið 80. Jóhannes. Flest allir granskarar eru samdir um, at evangeliið eftir Jóhannes var tað seinasta evangeliið, sum varð skrivað. Hetta tí, at Jóhannes hevur mest mentu gudfrøðina av øllum evangeliunum. Granskarar meta at Jóhannesar evangeliið varð skrivað í 90-100. Onnur evangeliir. Tað vóru nógv onnur evangeliir skrivað enn tey fýra kanonisku. Tað kendasta av hesum er óivað tað eftir Tummas. Onnur eru tey eftir Mariu Magdalenu, Pætur, Jákup og Judas, millum annað. Nógv av hesum høvdu sín uppruna í gnostisku rørslunum, sum tóku seg upp í 2. øld e.Kr. So at siga allir granskarar eru samdir um, at hesi evangeliir ikki eru søguliga eftirfarandi. Windows. Windows er ein stýriskipan, sum Microsoft hevur gjørt. Windows Vista. Tann nýggasta versjónin av Windows er Windows Vista, men Windows Vista kemur út í 6 ymisum versjónum, tær eru, Windows Vista Basic Windows Vista Home Basic Windows Vista Home Premium Windows Vista Business Windows Vista Enterprise Windows Vista Ultimate Vista krevur nógv meira av teldini, tvs at, Windows Vista krevur 800 mhz og 512 mb ram fyri at kunna koyra, Meðan Windows XP bara krevur 223 mhz og 64 mb ram. Versjónir. Microsoft hevur gjørt eina rúgvu av Windows'um og eg nevni bara høvis versjóninar Windows 1.0 (Nov 1985) Windows 1.01 (?) Windows 1.02 (?) Windows 1.03 (?) Windows 1.04 (?) Windows 2.0 (Des 1987) Windows 2.1(?) Windows 2.03 (?) Windows 2.11 (?) Windows 3.0 (Mai 1990) Windows 3.1 (Okt 1992) Windows 3.11 (?) Windows for Workgroups 3.1 (Okt 1993) Windows for Workgroups 3.11 (Nov 1993) Windows NT 3.1 (Aug 1993) Windows NT 3.5 (Sep 1994) Windows NT 3.51 (Juni 1995) Windows 95 A (1995) Windows 95 B (1997) Windows NT 4.0 (?) Windows 98 (1998) Windows 98 SE* (1999) Windows ME (Juni 2000) Windows 2000 (Feb 2000) Windows Server 2000 (Feb 2000) Windows XP (2001) Windows Server 2003 (2003) Windows Vista (2006) Windows 98 SE er á donskum nevnd "Windows 98 Anden udgave" Um tú veist nøkur av teimun árstølinum sum eru nevnd (?) so breit endiliga Her kanst tú síggja Windows Vista, (legg til merki at eg nýti Jodm3d og Madotate fyri at fáa tað at síggja betri út!) um tú ikki hervur Windows, so ber til at royna tað, við at fyst at instalera, Virtual PC, ella VMWare, og síðan instalera Windows. Gniezno. Gniezno er ein býur í Póllandi, sum hevur umleið 69 810 íbúgvar (2014) Kosovo. Kosovo "(Albanskt; Kosovë/Kosova," Kosovo hevur mark til Makedónia, Albania, Montenegro og Serbia. 17. februar 2008 lýsti Kosovo seg sjálvstøðugt frá Serbia. Í vikuni eftir 17. februar viðurkendu fleiri lond Kosovo sum sjálvstøðugt land, fyrst USA og síðani Norðurlond og fleiri lond í vesturevropa. Russland og Serbia, sum Kosovo fyrr hevur verið partur av, viðurkenna ikki Kosovo sum sjálvstøðugt land, men meta landið sum ein sjálvstýrandi landslut í Serbia. Kosovo var syðsti landsluturin í Juguslavia. Størsti býurin og høvuðsstaður er Priština. 90% av fólkinum albanar. Almennu málini eru tvey í tali, albanskt og serbiskt. Í vikuni eftir 17. februar viðurkenna fleiri lond Kosovo sum sjálvstøðugt land, fyrst USA og síðani Norðurlond og fleiri lond í vesturevropa. Eisini Føroya Landsstýri sendir Kosovo eina fagnaðarheilsan. Russland og Serbia, sum Kosovo fyrr hevur verið partur av, mótmæla hinvegin. Størsti býurin og høvuðsstaður er Priština. Almennu málini eru tvey í tali, albanskt og serbiskt. Kosovo hevur umleið 1,7 mió íbúgvar. Kuba. Kuba er eitt land í Karibiska havinum. Høvuðsstaðurin á Kuba er Havanna. Flestu kubanar eru ættaðir frá sponskum niðursetufólkum ella afrikonskum trælum úr Afrika, ið vórðu førdir hagar at arbeiða í búnaðarlundunum. Í góð fimmti ár hevur Fidel Castro styrt Kuba, men kommunistiska stýri hansara hevur elvt til, at landið hevur verið avbyrgt frá stórum pørtum av umheiminum. Fleiri enn 200 áir renna ígjøgnum grønu dalarnar í størstu oynni í Karibia, Kuba. Annars eyðkenna fjøll, heyggjar og víðar fløtur landslagið, og allastaðni er jørðin ógvuliga fruktagóð og hóskar væl til at dyrka sukur, tubbak og alskyns tropiskar fruktir og grønmeti. Búskapur. Sukur - gjørt úr sukurrørum, sum er stórvaksið grasslag, sum skal hava bæði nógv regn og nógva sól - hevur leingi verið týdningarmikið fyri Kuba og stendur enn fyri 75 % av øllum innflutningsinntøkunum. Longu tíðliga í 19. øld var sukurvinnan óføra góð inntøkukelda, mest at takka afrikonskum trælum, sum gjørdu alt arbeiðið í stóru sukurlundunum við hond. Nú eru arbeiðsviðurskiftini øðrvísi og nútímansgjørd, og sukurrørini verða mest skorin við maskinu. Men síðan fyrst í 1990-árunum er sukurgrøðin minkað, tí veðrið hevur ikki verið til vildar, og trupult hevur verið at fingið brennievni úr gamla Sovjetsamveldinum. Tí eru nógvar sukurverksmiðjur farnar at brúka ein sukurhjáúrdrátt, nevndur "bagasse", sum brennievni til maskinriknu vinnutól síni. Av øðrum sukurhjáúrdráttum kunnu nevnast putursukur, myrkur siropur, nevndur mellasi og brennivínsslagið romm, ið verður dropadrivið úr sukurrótasevju. Heita veðrið um dagin og kaldar nætur eru bestu vakstrarumstøður hjá tí tubbaki, sum verður nýtt til havanasigarir. Tubbaksbløðini verða tikin, meðan tey eru ljósagrøn, og hanga so til turkingar í einar 6-7 vikur. Síðan verða tey skild og pakkað og sett at gera, so at tey verða mildari í smakkinum; eftir tað verða tey send til sigarverksmiðjurnar, har konufólk og mannfólk standa við long borð og rulla sigarir við hond. Ein góð sigar er gjørd úr í minsta lagi fimm tubbakssløgum. Sigarirnar verða pakkaðar í eskjur av setrisviði, at tær skulu ikki torna upp. Kommunisma. Í 1959 feldu Fidel Castro og uppreistrarbólkur hansara einaræðisharran Batista. Síðan hevur Kuba verið kommunistiskt land og fekk stóran stuðul úr Sovjetsamveldinum, til tað syndraðist í 1991. Mangar samfelagsligar ábøtur og nýskipanir hjá Castro hava eydnast væl. Íbúðarviðurskiftini og heilsuverkið eru munandi batnað, og næstan alt fólkið dugir at lesa og skriva. Men USA kann framvegis ikki torga kommunistiska styrið í Havanna. Síðani Fidel Castro fór frá sum leiðari í apríl 2011, og bróðurin Raúl Castro tók við, hava myndugleikarnir framt fleiri nýskipanir. Eitt nú hava fólk fingið loyvi til at selja fasta ogn og bilar, bankarnir hava fingið størri rásarrúm, og reglurnar um at ferðast uttanlands eru linkaðar. Fosturtøka. Umframt Uruguei er Kuba tað einasta latínamerikanska landið, sum loyvir kvinnum fosturtøku. Harumframt hava nakrir landspartar í Meksiko loyvt fosturtøku. Kvinnurættindi. Eftir kollveltingina á Kuba bleiv javnstøða millum kynini ein part­ur av nýggja lóg­ar­verkinum í landi­num, og stór framstig eru gjørd. Men enn síggjast ikki nógvar kubanskar kvinnur í týðandi politiskum og vinnuligum størvum á Kuba. Søga. Amerikanarar taka Kuba, eftir at uppreistur hevur verið har í 1906. Fyri 1955 vóru tað ríkir góðseigarar og feløg í USA, sum áttu ta mestu jørðina á Kuba. Bøndurnir og arbeiðsfólkið vóru fátæk, og skúlagangur var lítil, so tað nógva av fólkinum dugdi hvørki at lesa ella skriva. Í 1959 var kollvelting í landinum, einaræðisharrin varð frákoyrdur, og oyggin fekk nýtt stýrislag, sum í mongum líktist í kommunistalondum. Fidel Castro kom til valdið á nýggjárinum 1959 og gjørdi Kuba til ein komunistiskan stat. Tónleikur. Lívligi tónleikurin í Kuba er sprottin úr sponskum og afrikonskum tónleiki. Spaniamenn høvdu síni sermerktu løg við sær og ljóðføri, sum gitara og violin; afrikanar høvdu ein heilt annan tónleik við sær og trummu og onnur rútmuljóðføri. Tónleikurin er lutvíst runnin saman og vorðin til rútmiskar tónleikagreinir sum mambo og salsa. Ein onnur væl umtókt tónleikagrein er afro-kubanski jazzstílurin. Havanna. Størsti býur í øllum Karibia er Havanna, høvuðsstaðurin í Kuba, og har búgva 2,3 milliónir fólk. Spaniamenn grundaðu býin í 1515, og summir býarpartar eru avgamlir, við steinsettum gøtum og prýðiligum húsum í gomlum hjálandastíli. Nú eru partar av Havanna illa farnir og falnir í órøkt. Men íbúðarpolitikkurin í Kuba hevur tað við sær, at eingir skirvisligir fátækrabýlingar verða reistir í útryðjunum í Havanna. Býurin er týdningarmikil havn, og tað mesta, sum verður flutt út, fer haðan. Trælur. Trælur er ófrælsur persónur, hertikin ella keyptur, sum eigarin hevði fult ræði á, at nýta til arbeiðis ella sølu. Alt síðan fornøld hava fólk verið keypt og seld sum trælir. Trælir hava eingi rættindi, einki frælsi og eru ogn harra síns. Arábar vóru teir fyrstu, sum av álvara fóru at selja afrikanarar sum trælir, tá teir høvdu ræðið í stórum pørtum í Afrika fyri um 1000 árum síðan. Eftirspurningurin eftir trælum vaks nógv, tá ið evropearar skuldu brúka bíliga arbeiðsmegi á stórgørðum og í námum í Amerika. Afrikanar vóru vanir við landbúnaðararbeiði og námsvinnu í tropiskum veðurlagi. Trælahandilsmenninir fluttu afrikanar úr heimlandi sínum og sendu teir um allan heim - til Amerika, Karibia, Ásia og Evropa, har einki bíðaði teimum uttan strev, saknur og ósigiligar líðingar. Portugisar vóru fyrstir á nýggja trælamarknaðinum, men aðrir evropearar vóru ikki seinir at gera sum teir. Knut T. Storbukås. Knut T. Storbukås, eisini kendur sum Sputnik (føddur 23. apríl 1943) er ein norskur country-sangari úr Bostrak í Tørdal í Drangedal kommuna í Telemark, Noreg. Hann er kendur undir navninum Sputnik'". Hansara mest kendu sangir eru «Skilles Johanne» og «Lukk opp din hjertedør». Hann hevur havt konsertir í t.d. Svøríki, Danmark, USA, Svalbarð, Sansibar (Tansania), Spania og Sovjetsamveldið. Drangedal kommuna. Drangedal kommuna er ein býur og kommuna í Vestfold og Telemark fylki í Noregi. Í suðri hevur Drangedal mark við Bamble og Kragerø, í norðri við Kviteseid, í vestri við Gjerstad og Nissedal, og í eystri við Nome og Skien. Telemark fylki. Kommunurnar í Telemark (trýst á myndina) Telemark (norrønt: "Þelamǫrk") er eitt fylki í Norra. Telemark hevur umleið 170 000 íbúgvar (3.58 % av teimun norsku íbúgvarunum). Telemark hevur mark við Vestfold, Buskerud, Hordaland, Rogaland og Aust-Agder. Kommunurnar í Telemark. 1. Bamble 2. Bø 3. Drangedal 4. Fyresdal 5. Hjartdal 6. Kragerø 7. Kviteseid 8. Nissedal 9. Nome 10. Notodden 11. Porsgrunn 12. Sauherad 13. Seljord 14. Siljan 15. Skien 16.Tinn 17. Tokke 18. Vinje 1980-árini. Øldir: 19. øld - 20. øld - 21. øld Áratíggju: 1930-árini 1940-árini 1950-árini 1960-árini 1970-árini - 1980-árini - 1990-árini 2000-árini 2010-árini 2020-árini 2030-árini Ár: 1980 1981 1982 1983 1984 1985 1986 1987 1988 1989 Kekenia. Kekenia er landslutur í Russlandi. Síðan Sovjetsamveldið fall, hava kekenar stríðst fyri tjóðskaparligum frælsi, men Russland, ið er samveldisríki, er hart ímóti hesum. Teir kvíða fyri, at fer ein landspartur burturúr, verður alt tað russiska samveldið syndrað. Kekenia hevur sjálvstýri, men er undir russiskum yvirræði. Søga. Tá ið russiska samveldið gjørdist frælst í 1991, kravdu ymsar tjóðir í ríkinum at loysa frá Russlandi. Kekenia lýsti seg sjálvstøðugt ríki í desember 1991. Russisk herlið tóku seg inn í landið fyri jól í 1994 og bumbaðu høvuðsstaðin Grosny í sor. Kekenar hildu ímóti, og geriljakríggið stóð við í 1995-1996, og 90 000 fólk lótu lív. Vápnahvíld varð undirskrivað í august 1996 - Russland skuldi taka herlið síni aftur. Siv Jensen. Fíggjarmálaráðharri og forkvinna í Framburðsflokkinum í Noregi, Siv Jensen. Siv Jensen (fødd 1. juni 1969 í Oslo) er fíggjarmálaráðharri og forkvinna í Framburðsflokkinum í Noregi. Hon er dóttir Tore Jensen og Monica Kjelsberg. Í 1976 byrjaði hon at lesa á universitinum í Oslo. Hon er útbúgvin diplomøkonom. 1970-árini. Øldir: 19. øld - 20. øld - 21. øld Áratíggju: 1920-árini 1930-árini 1940-árini 1950-árini 1960-árini - 1970-árini - 1980-árini 1990-árini 2000-árini 2010-árini 2020-árini Ár: 1970 1971 1972 1973 1974 1975 1976 1977 1978 1979 Løgmenn. Atli Pætursson Dam Samuel de Champlain. Samuel de Champlain (1567-1635) var sonur ein herflotaskipara. Hann vígdi lív sítt til at byggja eitt franskt hjáland í Norðuramerika og kallaði tað Nýfrakland ("Nouvelle-France"). Tað er nú Kanada. Sólin. Sólin er er ein stjørna, t.e. ein ógvuliga stór lýsandi kúla av gløðandi heitum gassi. Tvørmálið í henni er um leið 109 ferðir tvørmálið í jørðini, og frástøðan er knappliga 12 000 ferðir tvørmálið í jørðini. Sólin kundi gloypt 1 303 600 jørðum. Hon er tann stjørnan, sum er tættast jørðini. Sólin hevur ein radius upp á knappar 700 000 kilometrar, vigar 330 000 ferðir meira enn jørðin og evnisnøgdin er meira enn 99 % av sólskipanini. Hitin uttaná er knøpp 6 000 °C. Í miðdeplinum er væl heitari. Kjarnin á sólini er full av glóðheitum gassi og er 15 milliónir °C. Um leið 3/4 av tilfarinum í sólini eru hydrogen og um leið 1/4 er helium. Ein stórur partur av orkuni úr sólin fer sendandi út í tóman heim. Bara ein evarska lítil partur kemur á jørðina. Men hóast sólin er um 150 mió. km frá okkum, merkja vit væl lívgevandi hitan úr henni. Av hesum ger eitt yðjandi lív á jørðini sær dælt. Sum stjørna millum stjørnur hevur sólin onga serstøðu. Hon er allar vegir ein miðalstjørna. Stjørnur kunnu vera bæði kaldari og heitari enn sólin. Tær kunnu bæði vera minni og nógv størri enn sólin. Hjá okkum hevur sólin tó ta serstøðu, at hon er einasta stjørna, sum er okkum so nær. 150 mió. km eru í rúmdarhøpi fyri einki at rokna. Næstu grannastjørnurnar hjá sólini eru meiri enn 270 000 ferðir so langt frá okkum sum sólin. Jodm3d. Yod'm3D er eitt teldu forrit sum ger at stýriskipanin Windows kann hava 4 skrivibord, í staðin fyri 1. Yod'm3D er ein eftirlíknan av stýriskipani Linux sum er ein ókeypis stýriskipan sum fast við at heinta hana av internetinum. Windows Server 2003. Windows Server 2003 (kotunavn Whistler Server, eisini kent sum Windows NT 5.2) er eftirfylgjarin til Windows 2000 Server og varð útgivin 24. apríl 2003. var tann mest brúkta strýriskipanin til servara í øllum heiminum. Síðan tá eru nýggjari útgávur av Windows komnar. Hon kundi brúkast til mangt og hvat, tildømis: teldupost móttakara og til at standa sum ein FTP servara, og mangt annað. Hon verður eisini nógv brúkt til heimasíður, líka sum ein stór heimasíða sum "www.google.com" má hava fleiri ambætarar at goyma alt tilhoyri til heimsíðuna. Windows 2003 sær næstan akkurát líka út sum Windows XP, men tað sum skillur Windows 2003 Server og Windows XP frá, er bara tað at Windows 2003 Server hevur allar server førleikarnir. MS-DOS. Microsoft DOS er frá 1981, og tað eru 19 versjónir av Microsoft DOS. Microsoft DOS 1.0. Bleiv so tann fyrsta versjónin av Microsoft DOS. Og kom alment út í 8/12/81 Microsoft DOS 1.1. Hevði so eitt nýtt ting sum eg havi funni um, og tað er at Microsoft DOS 1.1 hevði møguleika fyri at hava 2 disketti drev. Microsoft DOS 1.25. Hevði onkrar fá nýggj ting, men Microsoft Dos 1.25 var so tað fyrsta DOS sum Microsoft hevur útgivi einsamalt Microsoft DOS 2.0. Tað eru 2 ár farin síðan tað fyrsta DOS kom alment út, so nú eru vit í 1983. Windows XP. Windows XP er ein stýriskipan sum Microsoft hevur gjørt. Í 2001 gav Microsoft eina styriskipan út sum eitur Windows XP. Í mun til Windows 2000 er Windows XP nógv penari, og nógv stabilari. Í Windows 2000 síggja vit at alt er nógv meria kantut, men hevur nastan allir teir somu møðuleikanir Bóltfelagið Royn. Bóltfelagið Royn ella Royn er eitt fótbóltsfelag úr Hvalba, sum varð stovnað 23. oktober 1923. Formaður í felagnum er Maud Næs. Venjari hjá 2. deild er Ingi Mortensen, venjari hjá ungdómsliðunum hjá Royn og TB 2011 er Milan Cimburovic. Samskipari hjá Royn er Rúni Thomsen. Royn hevði eitt lið í 3. deild hjá monnum í 2010. Liðið gjørdist nummar 3, og av tí at næstbesta liðið longu hevði eitt lið í 2. deild frammanundan, so gjørdist tað Royn sum skuldi spæla í 2. deild í 2011. Sostatt vóru tað øll trý fótbóltsfeløgini í Suðuroynni, sum høvdu lið í 2. deild í 2011, tí TB og FC Suðuroy høvdu lið har frammanundan. Umframt liðið í 2. deild hevur Royn nøkur lið í barnadeildunum bæði hjá gentum og dreingjum. Fótbóltsvøllurin og Roynhøllin. Royn spælir sínar heimadystir á grasvøllinum í Hvalba. Fótbóltsvøllurin hjá Royn er beint við sandstrondina í Hvalba og við Roynhøllina, sum er mitt í bygdini. Roynhøllin er ein av fyrstu ítróttarhøllunum, sum varð bygd í Føroyum. Bara KÍ-høllin í Klaksvík er eldri. Báðar høllirnar vórðu bygdar fyrst í 1970'unum. Rógvi Jacobsen. Rógvi Jacobsen (f. 5. mars 1979 í Klaksvík) er føroyskur fótbóltsspælari. Nú spælir hann við ÍF, men hevur spælt við KÍ, IL Hødd í Norra, við KR í Íslandi, við HB í Føroyum og harumframt við liðnum hjá Haderslev, Sønderjyske, í Danmark. Toppskorari fyri Føroyar. Rógvi Jacobsen hevur skorað 10 mál fyri føroyska landsliðið, og tað er til nú (sep. 2012) met. Keldur. Jacobsen, Rógvi Jacobsen, Rógvi Jacobsen, Rógvi Belgia. Belgia (niðurlendskt: "België", franskt: "Belgique", týskt: "Belgien") er eitt land í Evropa. Høvuðsstaður er Brussel, og landið hevur umleið 11 milliónir íbúgvar. Mót norðri hevur Belgia mark við Niðurlond, í eystri við Týskland og Luksemburg, í surðri við Frakland og móti vestri er Norðsjógvurin, strandarlinjan er bert 65 km. Trý mál verða talað í Belgia. Sunnanfyri, við franska markið, talar fólkið franskt. Norðanfyri Brússel er málið flamskt, ið er nær skylt við niðurlendskt. Eystast í landinum er almenna málið týskt. Í Brússel talar mesta fólkið franskt, men mong tala eisini flamskt. Belgia var fyrst undir sponskum og so undir eysturríkskum ræði. Í 1815 varð landið sameint við Niðurlond. Í 1830 gjørdu belgiamenn uppreistur og tóku loysing, og Belgia gjørdist sjálvstøðugt kongsdømi. Søga. Belgia gjørdist sjálvstøðugt land í 1830, tá tað loysti frá Niðurlondum. Landamørkini, ið nú eru, vórðu sett í 1919. Politikkur. Belgia var við til at seta ES á stovn, og høvuðssæti hjá ES er í Brussel. NATO hevur eisini sítt høvuðssæti í Belgia. Mentan. Flamskir og franskir matsiðir hava ávirkað belgiska matgerð. Súpan er vælumtókt, og mangir landslutir hava sínar egnu uppskriftir. Ein serrættur er skeldýr og kips, sum bæði fæst á dýrum matstovum og úr smáum matsølubúðum á gøtunum. Landafrøði. Meuseá skilur landið í tvíningar. Fyri norðan er fláur, fruktagóður slætti heilt út at strondini. Í landsynningspartinum eru Ardennufjøll; har er jørðin kørg, og garðarnir eru spjaddir. Búskapur. Longu í 16. øld tók stórur klædnaídnaður seg upp uttan um býir sum til dømis Brúgge, ið er kendur fyri síni knipplingamynstur. Í mong ár hevur tungídnaður, serliga kolavinna og stálídnaður, verið týdningarmikil vinnuvegur, men hann er nú um at hvørva. Í staðin er komin annar ídnaður, til dømis evnafrøðiídnaður og ravmagnsídnaður. Tænastuvinnan, t.d. bankavirksemi og fyrisiting, er so nógv vaksin, at har starvast tveir triðingar av belgisku verkafjøldini. Amsterdam. Amsterdam er ein kommuna og høvuðsstaður í Niðurlondum. Í 17. øld var Amsterdam uppi í øllum møguligum heimshandli. Múgvandi keypmenn lótu grava siglingarveitir, sum krossskera seg ígjøgnum býin, og bygdu høgu, smølu húsini, ið standa fram við veitunum. Siglingarveitir, stívar 80 km langar, eru grivnar ígjøgnum býin. Skal ferðamaðurin hyggja seg um í býnum, ger hann rættast at fara við báti eftir vatnvegunum. Veitir knýta Amsterdam saman við Ríná og hin partin í Niðurlondum. Amsterdam er høvuðsstaður og landsins størsti býur. Í býnum eru eisini gitin listasøvn, til dømis van Gogh listasavnið og Rijkmuseum. Har eru málningar, sum mætir listamenn hava málað, eitt nú Rembrandt (1606-1669). Nú á døgum er Amsterdam heimsgitin miðdepil fyri diamantbrýning; har eru heimsins fremstu virki at brýna og slípa diamantar. alt= Brussel. Brussel (franskt: "Bruxelles") ella Brússel er høvuðsstaður í Belgia og bæði stjórnar- og handilsmiðdepil. Sum fyrisitingarligur miðdepil í Benelukslondunum hevur býurin drúgvar royndir í altjóða samstarvi. Nú á døgum er Brússel helst best kendur fyri, at ES-fyrisitingin eisini hevur høvuðssæti í býnum. 35 fólk lótu lív og meira enn 300 fólk fingu løstir, teirra millum ein føroyingur, tá yvirgangsatsóknir vórðu framdar á flogvøllinum og í undirgrundarbreytini í Brússel 22. mars 2016. Bern. Bern er høvuðsstaður í Sveis. Býurin, ið liggur mitt í landinum, hevði 142.792 íbúgvar í apríl 2019. Áin Aare rennur ígjøgnum býin. Luksemborg. Luksemborg (Luksemborgskt: "Lëtzebuerg") er eitt land í Evropa. Høvuðsstaður er Luksemborgbýur. Har eru nógv ídnaðarvirkir, og har hevur høvuðsumsitingarráðið fyri felagsmarknaðin sæti. Luksemburg hevur mark við Belgia, Frakland og Týskland. Søga. Hetta lítla landið hevur í øldir verið miðdepil í Evropa. Væl vardar borgir og víggirdir býir, bygd at verja seg fyri herdeildum, ið fóru ígjøgnum landið, eru at síggja víða um. Politikkur. Málið er luksemborgskt, franskt og týskt, og landið er eitt stórhertogadømi. Landafrøði. Innibyrgt ímillum Týskland, Frakland og Belgia er lítla stórhertogadømið Luksemburg. Luksemburg er eitt av minstu londunum í Evropa, men eisini eitt av teimum vakrastu. Tað mesta av landinum er fjallalendi, og ofta eru fjøllini skógvaksin. Í teimum djúpu dølunum renna fleiri rættiliga stórar áir. Stórir partar av Luksemburg eru í Ardennufjøllum; landslagið har er heyggjut og skógvaksið. Búskapur. Landið er eitt hitt ríkasta í Evropa og gitið sum altjóða fíggjarmiðdepil og skattaparadís. Meginparturin av inntøkunum eru frá tungídnaðinum og tænastuvinnuni. Hóast landið er lítið, hevur tað stóran leiklut í ES, tí at ES-dómstólurin og aðrar ES-skrivstovur eru har. Ferðavinnan veksur støðugt, tí at mong fólk vilja fegin síggja óspiltu náttúruna og vøkru borgirnar og gomlu, víggirdu býirnar. Luxembourg (býur). Luksemborgbýur (luksemborgskt "Stad Lëtzebuerg", "Lëtzebuerg" ella "d'Stad"; franskt "Ville de Luxembourg" ella "Luxembourg"; týskt "Stadt Luxemburg, Luxemburg-Stadt" ella "Luxemburg") er høvuðsstaður Luksemburgs. Luksemborgbýur hevur 116.328 íbúgvar (2018). Sandsvatn. Sandsvatn, útsýni suðureftir, sæð úr Skemmugarði Inni í Dal. Sandsvatn og býlingurin "Í Trøðum" heima á Sandi. Sandsvatn er vatn í Føroyum í Sandoynni, 0,8 km² til víddar. Sandsvatn er størsta vatn í Sandoynni og triðstørsta vatn í Føroyum. Lendið við tey stóru føroysku vøtnini er ofta náttúruvakurt, og umhvørvið við triðstørsta vatn í landinum, Sandsvatn, er onki undantak. Við sunnara enda liggur bygdin Sandur – og haðani strekkir vatnið seg norð gjøgnum ein langan dal niðan ímóti Skopun. Sandsvatn er uml. 2 kilometrar langt og har tað er breiðast uml. 640 metrar. Ummálið er 0,82km2 og størsta dýpið uml. fimm metrar undir vatnskorpuni. Avlanga vatnið var upprunaliga ein áarrás, íkomin av niðurbróting og máan av gosrunnum legugrýti. Nú á døgum er vatnið typt frá havinum av einari uml. 400 metrar breiðari strond, sum fyri stóran part er av sandi. Á strondini, serliga niðan móti vatninum, eru við tíðini grasvaksnir sandheygar íkomnir – teir sokallaðu Mølheyggjarnir, har plantur og smákykt trívast, sum annars ikki finnast í Føroyum. Sandsvatn er annars vælumtókt millum stuttleikafiskimenn, bæði laksur og síl finnast í vatninum. Umframt einum hópi av smærri áarløkum, renna tvær stórar áir í vatnið – Dalsá norðanífrá og Traðará eystanífrá. Frárenslið er í sunnara enda og ringir seg millum Mølheyggjar og út á hav. Í norðara parti av Sandsvatni liggur ein lítil hólmur, Vatnsoyrarhólmur. Við norðurendan liggur annars Sandoyar meginskúli fyri eldru fólkaskúlanæmingarnar, við hentleikum sum fótbóltsvølli, ítróttarhøll og svimjihøll. Eystursíðan av vatninum er nøkulunda óbrotin frá suður í norð. Men á vesturstrondini er ein vík við einum lítlum nesi. Hetta er Todnes, har prestagarður hevur ligið í øldir. Tveir teir kendastu og mest illkendu prestar í Føroyum hava búleikast har. Toftavatn. Toftavatn er vatn í Føroyum í Eysturoynni, 0,51 km² til víddar. Fjórðstørsta vatn í Føroyum er Toftavatn, sum liggur í heyggjalendinum millum Runavík og Rituvík. Vatnið er tvíbýtt millum grannakommunurnar báðar; sunnara hálvan av vatninum er heimahoyrandi í Nes Kommunu, í meðan partur av norðaru hálvuni hoyrir heima í Runavíkar kommunu. Umgirt av lyngvaksnum heygum og túgvum er Toftavatn eitt av vakrastu støðum í Føroyum. Tað liggur uml. 75 metrar yvir havfløtuni og størsta dýpd er uml. 22 metrar. Framvið vatnbakkanum stinga klettar seg út sum smá nes og prýða um vatnið. Við norðurendan er Toftavatn skilt av einari manngjørdari byrging, sum varð bygd fyrst í 20. øld. Frá gamlari tíð hava menn skorið torv har um leiðir og byrgingin var løgd fyri at stytta um vegin, tá torvið varð flutt oman til Toftir. Dýralívið og plantulívið. Toftavatn úr loftrúminum, við Skálafjørðinum og Runavíkini aftanfyri. Vatnið liggur í størsta lyngheiði á oyggjunum – og á heygunum vaksa trý sløg av lyngi. Heiðalyngur ("Calluna vulgaris"), sum blómar seint um summarið, er tað mest vanliga lyngslagið í økinum. Sjáldsamari er klokkulyngurin ("Erica tetralix") við sínum vøkru blómuklokkum. Harafturat er so tann vanligi krákuberjalyngurin ("Empetrum nigrum"), sum blómar í mai. Av øðrum plantum kunnu vit nevna mýrigras ("Eriphorum angustifolium"), børkuvísa ("Potentila erecta") og túvu-skúsgras ("Scirpus caespitosus") – umframt mangar aðrar vanligar og óvanligari plantur. Økið rundan um Toftavatn, Húshagi og Mýrurnar, hoyrir til undir Føroya Jarðargrunni, og er stórur partur av økinum, av sínum sertakliga ríka plantu -og lyngvøkstri, friðað fyri seyði og øðrum kríatúri. Hetta er samstundis størsta orsøkin til, at økið, sum eitt av teimum fáu her á landi, hevur megnað at varðveitt serstøku órørtu útsjóndina við lyngi og ríkum plantulívi, ið mestur annars er ósætt her á landi. Umframt ríka plantulívið er Toftavatn eisini kent fyri sítt ríka fuglameingi. Umframt likkurnar ið eru allastaðni, tann freka skúgvin og onnur másasløg, finnast eisini fleiri sløg av heiðafugli, sum til dømis mýrisnípa og tjaldur. Lómurin finst eisini her, sum við vøtn flest í Føroyum. Í 1985 var fyrsta grágásaparið við ungum skrásett á Toftavatni. Síðan hevur grágásastovnurin ment seg í stórum. Í juli, tá grágæsnar eru fjaðursárar, savnast tær við Toftavatn – og tá er ikki óvanligt at síggja yvir 1000 gæs á vatninum. Grannakommunurnar Nes og Runavík, hava síðan 2007 bygt eina gongugøtu í økinum kring Toftavatn. Eiðisvatn. Eiðisvatn er vatn í Føroyum í Eysturoynni, 0,5 km² til víddar. Leynavatn. Leynavatn er vatn í Føroyum í Streymoynni, 0,2 km² til víddar. Vatnið er í Kollfjarðardali og er mark millum hagarnar í Kollafirði, Leynum og Kvívík. Í gomlum døgum hevur navnið Leynavatn helst bara verið brúkt av ferðafólki til gongu gjøgnum Kollfjarðardal. Leyningar róptu tað bara "Vatnið" og søgdu "Frammi á Vatni". Í Kollafirði eitur tað Breiðavatn, og kollfirðingar siga "Frammi við Breiðavatn" ella "Frammi á Breiðavatni". Her skal nevnast at hini bæði vøtnini í Kollfjarðardali verða saman rópt Mjáuvøtn. Gróthúsvatn. Gróthúsvatn er vatn í Føroyum í Sandoynni, 0,2 km² til víddar. Gróthúsvatn er beint vestanfyri Sandsbygd. Vatnið er tætt við havið, bert ein smalur tangi er millum vatnið og havið. Ein vegur førir eftir hesum tanga framvið vatninum av Sandi til Søltuvíkar. Stóravatn. Stóravatn er vatn í Føroyum í Sandoynni, 0,2 km² til víddar. Kirkjuvatn. Kirkjuvatn er vatn í Føroyum í Suðuroynni, 0,2 km² til víddar. Kirkjuvatn er beint norðanfyri bygdina Fámjin, sum er á vestursíðuni á Suðuroynni. Túrar verða ofta gjørdir um summarið niðan á Kirkjuvatn. Kirkjuvatn er beint norðanfyri Fámjin, tað tekur stutta tíð at ganga til Kirkjuvatn. Høg fjøll eru tætt við Kirkjuvatn. Hægsta fjall í Suðuroynni, Gluggarnir, sum er 610 metrar høgt, er norðanfyri Kirkjuvatn, har eru eisini onnur høg fjøll, m.a. Herðablaðið og Eystanfyri Herðablaðið. Nærmasta fjallið er tó tvey onnur fjøll, sum ikki eru millum tey allar hægstu í Suðuroynni. Knúkin, sum er 417 metrar høgt, er norðanfyri Kirkjuvatn. Fjallið Mikla, sum er 469 metrar høgt, er eystanfyri Kirkjuvatn. Rúni Nolsøe. Rúni Nolsøe (f. 21. mai 1971 í Vági) er fyrrverandi føroyskur fótbóltsspælari, landsliðsleikari. Síðan Rúni gavst at spæla fótbólt á høgum støði hevur hann verið venjari. Í november 2012 gjørdist hann venjari hjá besta mansliðnum hjá Streymi, áðrenn tað var hann eitt skifti hjálparvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Rúni spældi fótbólt við VB frá barnaárum og til 1992, síðan spældi hann við HB til 2005. Metspælari hjá HB. Rúni er metspælari hjá Havnar Bóltfelag, hann hevur spælt 344 dystir og skorað 56 mál fyri besta mansliðið hjá HB. Rúni spældi við HB 1993-2005. Rúni var liðskipari á besta liðnum hjá HB frá 1998. A-landsdystir fyri Føroyar. Rúni Nolsøe hevur spælt 3 A-landsdystir fyri Føroyar (1993-97). Ársins leikari, ársins miðvallaleikari og ársins lið. Í 2000 varð Rúni Nolsøe kosin Ársins leikari og ársins miðvallaleikari. Í 2003 varð Rúni ein av leikarunum sum var á holdinum "Árisins lið" hjá Dimmalætting. Venjari. Rúni Nolsøe gavst at spæla fótbólt á høgum støði í 2005. Síðan tá hevur hann verið venjari. Rúni hevur fleiri góð úrslit sum venjari, í 2006 var hann venjari hjá AB, og tað árið flutti AB upp í bestu deildina, tað var fyrstu ferð nakrantíð at AB flutti upp í bestu deildina. Árið eftir, í 2007, var Rúni venjari hjá B68, og aftur hesuferð eydnaðist tað honum og liðnum at flyta upp í bestu deildina. Rúni var høvuðsvenjari hjá HB í 2008, talan var um tvey ára sáttmála, men eftir einum ári slitnaði samstarvið. Í 2009 var Rúni venjari hjá næstbesta liðnum og ungdómsliðnum hjá 07 Vestur.. Rúni Nolsøe fekk B1 vejaraútbúgving í 2006. UEFA A-lisens frá FSF 2009. Tann 20. november 2012 varð hann kunngjørdur venjari hjá Streymi, hann skrivaði ein 2 ára sáttmála við liðið Argentina. Argentina (Spanskt: "República Argentina") er eitt land í Suðuramerika. Í vestri hevur Argentina mark við Kili, í norðri við Paraguei, Bolivia og Brasil, í eystri við Uruguei. Høvuðsstaður er Buenos Aires, og landið hevur umleið 40 milliónir íbúgvar. Argentina hevur kravt rættin til Falklandsoyggjar síðan bretar hertóku tær í 1833. Í 1982 gjørdu argentiskar herdeildir innrás á oyggjunum, men vórðu riknar avstað aftur av bretum eftir kríggj í tveir mánaðir. Søga. Tann 24. mars 1976 tók herurin í Argentina valdið við eitt kvett og fór undir at forfylgja politiskum mótstøðufólkum við harðari hond. 30 000 fólk vórðu dripin ella hvurvu. Tjúgu ár seinni stovnaðu synir og døtur hjá teimum horvnu felagið Hijos, sum stríðist fyri at fáa tey, sum høvdu ábyrgdina av drápunum at standa til svars fyri sínar gerðir. Hernaðarstýrið hevði vanrøkt landið. Búskapurin lá í skeljum, og royndirnar hjá Alfonsin at endurreisa hann miseydnaðust. Í 1989 var javnan ófriðarligt, tí at mattrot var, og virðisminkanin var 200 % um mánaðin. Í mai 1989 varð Peronisturin Carlos Menem (f. 2. juli 1930) valdur at taka við eftir Alfons. Hann setti strong búskapartiltøk í verk, seldi tjóðarrikin ídnaðarvirki og mangt annað, ið tyngdi búskapin. Menem varð aftur valdur sum forseti í 1995. Meðan Alfonsin var forseti, vórðu mangir oddamenn fyri gamla hernaðarstýrinum ákærdir fyri at hava brotið mannarættindini. Fleiri kvettroyndir vórðu gjørdar ímóti Alfonsin sum hevnd fyri, at hann dró mangar teirra til svars, tá ið hernaðarstýrið hevði valdið. Í mong ár hevði Argentina kravt yvirvaldsrættin yvir Falklandsoyggjum, har bretar ráða, og í 1982 tóku argentinskar herdeildir oyggjarnar. Eftir stutt, men hart kríggj, tóku bretar oyggjarnar aftur. Forsetin í Argentina, Galteri herovasti, legði frá sær, og stutt eftir loyvdi hernaðarstýrið størri frælsi. Politiskar rørslur fingu loyvi at virka og í 1983 varð frælst val í landinum. Og á fyrsta sinni í 17 ár tók ein fólkavald stjórn við valdinum í landinum. Nývaldi forsetin, Raúl Alfonsin (f. 13. mars 1927), setti strong búskapartiltøk í gildi til tess at vinna á ovurstóru virðisminkanini. Landafrøði. Argentina hevur eina vídd á umleið 2,8 milliónir kvadratkilometrar, og er harvið tað næststørsta landi í Suðuramerika. Landið strekkir norður-suður og er eftir longdini 3 694 km, meðan strekkið frá vestri til eystur á tí breiðasta staðnum er umleið 1 423 km. Landið hevur í eystri mark til Atlantshavið, í vestri til Kili, í norði til Bolivia og Paraguai, og í ein landnyrðing til Brasil og Uruguai. Fjallalandslag og kend fjøll. Í argentinsku Andesfjøllunum eru fleiri sera høg fjøll, ið eru yvir 6.000 m – eitt nú Amerikas hægsta fjall, Aconcagua ið er 6 962 m høgt, umframt tvær tær hægsu vulkanirnar á jørðini, Ojos del Salado á 6 880 m og Monte Pissis á 6 795 m. Í syðra parti av Andesfjøllunum eru fjøllini minni, og fleiri teirra eru fjald í kava orsakað av tí slavna og kalda veðurlagnum. Í Sierras Pampeanas eru høg punkt sum Sierra de Famatina í landslutinum La Rioja ið er yvir 6.000 m. Búskapur. Fyri aðru ferð í 13 ár hevur Argentina ikki hildið krøvini um at rinda aftur statslánsbrøv til íleggjararnar, og tað er orsøkin til at Standard & Poor’s í juli 2014 metti landið at vera farið á húsagang. Talan er um eina lutfalsliga lítla upphædd upp á $539 milliónir dollarar í rentum – umleið tríggjar milliardir krónur – sum amerikanski hægstirættur hevur avgjørt skuldi verið goldið á midnátt. Dómstólurin staðfesti, at Argentina ikki kann rinda pengar til teir íleggjarar, sum vóru við í skuldarsaneringini, uttan eisini at rinda til teir íleggjarar, ið sýttu fyri at vera við í avtaluni. Málið var fyri í amerikanskum dómstólum, tí at lánsbrøvini vórðu útskrivað sambært amerikanskari lóg. Í 2002 fór Argentina eisini á húsagang. Tá fekk landið eina skuldarsanering - ta størstu av slíkum slag, sum nakrantíð er givin. 70 prosent av skuldini varð avskrivað, men einstakir íleggjarar hava stríðst ímóti, og hava við amerikanskar dómstólar vunnið rættin til teirra pengar. Útbúgving. Sagt verður at Argentina hevur tí bestu útbúgvanarskipanina í Suðuramerika. Tey størstu liggja í Buenos Aires, Cordóba, Mar del Plata og Mendoza. Serligani er tað væl umtókt hjá amerikumonnum at fara og fáa sær útbúgvin í Argentina, av tí hon er ókeypis. Eisini fleiri evropear nema sær útbúvin í Argentina. Politikkur. Argentinska grundlógin nevnir ikki neyvt, um tað er ein treyt, at hjúnarbond eru millum mann og kvinnu. Tí er tað upp til hvønn einstakan landslut, um tey loyva samkyndum pørum at giftast, ella ei. Landslutir. Landslutir í Argentina. "Argentinska Antarktis og Suðuratlantisku oyggjar" (23) ikki víst. Argentina er býtt sundur í 23 landslutir ("provincias", eintal – "provincia"), og eitt føderalt distrikt ("distrito federal"). Ítróttur. Argentina er ein av heimsins størstu fótbóltstjóðum og Fótbóltslandsliðið hjá Argentina hevur vunnið HM í fótbólti tvær ferðir (1978, 1986) og hevur harafturat verið í finaluni tvær ferðir. Teir vunnu enntá OL-gull í mansfótbólti á Summar-OL 2004 í Athen í Grikkalandi og í 2008 í Peking, Kina. Argentinsk fótbóltsfeløg sum CA Boca Juniors og CA Independiente hava havt stóra altjóða framgongd og eru saman við CA River Plate, sum er tað felagið ið hevur vunnið argentinska meistaraheitið flestar ferðir, millum tey kendastu og best umtóktu fótbóltsfeløg í Suðuramerika. Fótbóltsstjørnan Diego Maradona er sera kendur og vælumtóktur, men listin yvir framstandandi argentinskar fótbóltsleikarar gjøgnum árini er stórur og hevur nøvn sum t.d. Alfredo Di Stefano, Enrique Omar Sivori, Antonio Sastre, Guillermo Stabile, Amadeo Carrizo, Ernesto Grillo, Omar Oreste Corbatta, Adolfo Pedernera, Mario Alberto Kempes, Angel Amadeo Labruna, Daniel Alberto Passarella, Ricardo Enrique Bochini, Gabriel Omar Batistuta, Juan Sebastián Verón, Lionel Messi og Gonzalo Higuaín. Argentina hevur eisini klárað seg væl innan kurvabólt og vann OL-gull í kurvabólti hjá monnum á Summar-OL 2004 í Athen í Grikkalandi. Aðrar vældámdar ítróttagreinar í Argentina eru: Tennis, hestapolo, rugby, landhockey, nevaleikur og golf. 1865. 1865 (MDCCCLXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi 1893. 1893 (MDCCCXCIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1891. 1891 (MDCCCXCI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum hósdegi. 1890. 1890 (MDCCCXC) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum mikudegi. 1886. 1886 (MDCCCLXXXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum fríggjadegi. 1885. 1885 (MDCCCLXXXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum hósdegi. 1884. 1884 (MDCCCLXXXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1883. 1883 (MDCCCLXXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1882. 1882 (MDCCCLXXXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1878. 1878 (MDCCCLXXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1879. 1879 (MDCCCLXXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1881. 1881 (MDCCCLXXXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1880. 1880 (MDCCCLXXX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum hósdegi. Jamaika. Jamaika ella Jameika (enskt "Jamaica") er ein oyggj í Karibiska havinum í Norðuramerika. Høvuðsstaðurin eitur Kingston. Búskapur. Jameika er vøkur oyggj, men har eru stórir mótsetningar. Har eru fólk, sum taka sær av løttum og av heilum huga íðka krikkit og spæla reggaetónleik. So er tað stóri spenningurin ímillum nakrar fáar máttmiklar ríkmannaættir og tey fátæku í mongu fátækrabýlingunum í Kingston, har eisini nógvur harðskapur valdar. Hesa skuggasíðu síggja fá ferðafólk, sum á hvørjum ári koma at njóta lívið og tropuveðurlagið í hesum fagra landi. Ein annar týðandi vinnuvegur á Jameika er aluminiumsnámsvinnan, men hon fer óvuliga illa við náttúruni, tí at gomlu námsopini standa full av vatni og sýrueitri. Tað drepur allan vøkstur. Íðnaðurin í Jameika er fjølbroyttur. Har eru oljureinsiverk, telduvirki og klædnavirki. Mong steinsløg verða brotin, av teimum er aluminiumsmálmur tað týdningarmesta. Ein vinnuvegur, ið vindur nógv upp á seg, er teldutilbúnaður, ið til dømis er at forrita og viðgera teldulutir og síðan senda teir til telduvirki í USA, har teldurnar verða gjørdar lidnar. Í Karibia er vanligt, at útlendsk feløg eiga hesar teldufyritøkur, men í Jameika eiga fólk har meginpartin. Umframt ídnað og ferðavinnu hevur landbúnaðurin eisini stóran búskaparligan týdning í Jameika, og mong fólk arbeiða í banan-, kaffi-, kakao- og sukurlundum. Mangir jameikanar liva eisini av fiskiveiði, ella teir eiga ein jarðarteig og dyrka sær sínar egnu búnaðarvørur. Lundi. Lundi (í víðkaðari flokking Atlantslundi) (frøðiheiti - "Fratercula arctica") er ein sjófuglur av lundaætt, ið heldur til fram við strondini í Norðuratlantshavi. Lundi er alt árið í Føroyum, men teir eru ikki av sama stovni, tí lundin, ið vit síggja um veturin, kemur úr Skotlandi ella Noregi, og lundin, vit síggja um summarið, er tann føroyski lundin, sum er her frá fyrst í apríl til endan á september. Í Føroyum eru eini 550.000 pør av føroyskum lunda. Føroyski lundin er 26-29 cm til longdar, og longdin á veingjunum er tilsamans 47-65 cm, og hann vigar o.u. 400 g, hevur eitt sera eyðkent nev reytt, gult og blátt, hann etur fisk (sild, lodnu, smolt o.s.f.), æti og høgguslokk. Eingin veit rættiliga at siga, hvussu gamlir teir verða, men tann elsti sæddi var o.u. 68 ára gamalur. Lundin verpur um hálvan mai. Hann grevur sær eina holu so mikið djúpa, at armurin á einum manni ikki røkkur á botn, ella finnur hann eitt hol undir einum steini ella millum klettar. Vildu teir hava lundalandið størri, gróvu teir eitt sindur niður í tann seiga svørðin við einum lundaknavara og lótu so lundan grava tað, ið í restaði. Lundin verpur so 1 egg og liggur á egginum í 39-42 dagar, har ið makarnir skiftast um at verma eggið. Síðan fara pisurnar frá reiðrinum 35-56 dagar aftan á, at tær eru komnar úr egginum. Lundi er veiddur í meira enn 300 ár, og vit føroyingar fóru at fleyga lunda, tí vit áttu ikki so nógv av mati her í Føroyum, og lundi var so tað, sum vit valdu at eta. Men so varð hann ov nógv veiddur, helst tí at teir tóku ov nógv pør við eggi at passa, so fyri at lundin skuldi ikki doyggja út av hesum, máttu teir seta eitt tíðarskeið, ið var best fyri lundan, og har ið pisan er komin úr egginum. Teir settu so eitt tíðarskeið frá 2. juli til miðjan august, og síðan tá hava vit so veitt lunda í hesum tíðarskeiði. Lundin verður veiddur á tann hátt, at veiðimaðurin situr á eggini ella verður hann sigin niður í bergið, har teir síðan bera ta 6 alin (3,6 m) longu fleygasteingina upp. Fuglarnir flúgva so í netið, men verri er, tá ið nógvur gamal lundi er, tí gamli lundin sleppur meira enn einaferð undan netinum. Tá ið teir hava fingið ein lunda, yppa ella kippa teir hann, so at hann doyr, og stinga hann so niður í ein posa, sum teir hava um miðjuna. Tá fleygað verður, er tað vanligasta, at veiddir verða stívliga 100 um dagin, men 200 ella 400 ber eisini til, hóast tað er sera óvanligt. Men tað sigst, at onkur hevur fingið 950 lundar í Mykinesi og heili 1000 í Lítlu Dímun. Lundarnir verða síðan skornir á tann hátt, at teir skera bein og veingir av, kvista, og teir taka so skinnið av, skera so bringuna upp og taka so invølirnar úr lundanum. So eru teir klárir at gera til. Vanligt er at lata fyllu í, so sum køkudeiggj, men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu fólk gera. Álka. Álka (frøðiheiti: "Alca torda") er sjófuglur. Búnin er sera reinlittur, næstan svartur og hvítur. Í bútíðini eru til dømis tvær hvítar rípur, sum næstan standa hornættar á nevið. Í vetrarbúna og 1. summarbúna er álka hvít um kjósina, og tað svarta á skallanum kemur aftur um eygað. Í oyggjaflokkunum í Norðuratlantshavi eru tilsaman 50 000 pør, fæstar í Føroyum. Í Íslandi er stovnurin fleiri ferðir so stórur. Tá ið álka hevur kastað fjaðrarnar, flyta nógvar í onnur høv. Ungálka flytur langt suðureftir, kanska til strendurnar úti fyri Norðurafrika og Suðurevropa. Nøring og fjaðurskifti samsvara nøkulunda við lomviga. Álka er eitt sindur minni enn lomvigi, hevur styttri háls, upp á seg størri høvd og hægri nev. Velið er longri enn lomvigavel, og tað stendur ofta upp í rógv, tá ið hon svimur. Á flogi tyktist hon tættari og sterkari í senn, og hon flýgur til dømis við nevinum meira uppbendum enn lomvigarnir. Pyongyang. Pyongyang (평양, merkir: "Flatt Land") er høvuðsstaður Norðurkorea. Býurin, sum liggur við ánna Taedong, er eisini størsti býur í landinum. Fólkatalið er umleið (2010) 4.138.187 Kingston. Kingston, høvuðsstaðurin og týdningarmesti havnabýurin í Jamaika, er ein av størstu býum í Karibia. Bretar grundaðu býin (1693), sum vaks skjótt og gjørdist týðandi útflutningshavn, og haðan var nógv sukur flutt til Evropa. Í 1907 fór býurin illa í jarðskjálvta. Hann varð bygdur upp aftur, og har eru nú nýmótans gistingarhús, bankar og handilshús. Í vestara parti í býnum eru ovfólkaðir fátækrabýlingar. Har er nógvur harðskapur, og javnan er politiskur ófriður ella stríð ímillum drøgghandlarar. Havhestur. Havhestur ella (á suðuroyarmáli) náti (frøðiheiti - "Fulmarus glacialis") er sjófuglur. Havhestur átti á fyrsta sinni í Føroyum í 1839 og síðani tá er talið voksið nógv, heili 600 000 pør eru tey í tali í dag. Havhestur er ein sera stórur fuglur og sæst næstan alt árið, hann kemur her miðan januar og sæst í øllum bjørgum í Føroyum og fer so longur suður tíðliga í septembur. Hann er 45-50 cm til longdar, og longdin á báðum veingjunum tilsamans er 102-112 cm og vigar gott 800 g. Etur fisk, krabbadýr og slógv, og kan blíva gott 40 ár. Havhestur verpur egg í mai, hann verpur 1 egg og passar tað í 52-53 dagar, og tá ið pisan er útkomin, verður hon passað í einar 49 dagar. Fyrstu fer vit hava lisið um at havhestur er brúktur var í 1862, tá ið H. C. Müller skrivaði "Nu derimod bygger den i temmelig og stedse stigende Mængde paa 3 forskjellife Steder paa Öerne og udbreder sig også til nye Ynglesteder, saasom til Myggenæsholm og Troldhoved, hvor den har indfundet sig i de sidste to til tre Aar", eisini skrivaði hann: "Den fanges ikke, da Kjödet ikke spises, og Fjerene formedelst deres störke Lugt ere ubrugelige. Man er dog nu begyndt ar benytte Ungen ligesom Lujren". Hátturin at fanga gamlan havhest er onki broyttur øll árini, og amboðini eru næstan øll eisini líka, sum tá ið vit fleyga ella fara eftir øðrum fugli. Man fer bara eftir havhesti um veturin, tí tá er hann feitast, leskiligast og eisini er einki annað feskt at fáa um ta tíð. Mest vanligt er at fara eftir pisunum hjá havhesti. Teir fara eftir havhesti um 18. august, tí tað er beint áðrenn pisan fer úr reiðrinum, tá fara um fimm manns við bandi og togi til eitt berg, og so blívur ein maður loraður niður við togi til havhestareiðurini og har hann tekur havhestapisur. Tá hann so hevur fingið um 30 havhestapisur, og vissi teir eru nógvir taka teir um 50 havhestapisur hvørja fer, blívur hann loraður upp og verður so koyrdur omanaftur, og tekur so meira havhestapisur. Men eisini ber til at fara eftir havhesti við báti, men tað er um seinast í august og fyrst í september, og tá ið teir so koma í nánd við ein havhest, rættir ein maður glúpin út og roynur at fáa ein havhest í netið á glúpinum, síðani kippur ein maður havhestin, so at hann doyr sum skjótast, og tekur so høvdi av havhestinum og koyrur hann í ein kassa við neti í, so at blóði kann renna frá. Tá ið teir so koma heim, vera havhestarnir síðani royttir, kruvdir og saltaðir ella frystir, alt eftir hvussu man vil hava teir, og eru so klárir til at eta, og tað sum ikki verður eti brúka man so til agn. Ikki fyrr enn seint í seinnu øld byrjaði man at taka egg, tí fólk meintu, at havhestur spýði á eggið tá tað kom út, men í dag er tað meira vanligt at eta havhestaegg. Onkur meinar at havhestaegg smakka líka sum høsnaregg ella dunnuegg. Ymiskt er hvussu nógvar havhestar man fær, men vanligt er um eini 100, og kanningar visa av vit drapa í miðal 150 000 havhestar um árið. Havhestasjúkan. Nógv fólk doyði fyrst í 1900-talinum av einari ókendari sjúku, onkur trúði so at henda sjúka kom av hoyggjingini, so tey kallaðu hana septembursjúkan. Men so í tíðarskeiðinum 1927 til 1934 var ein danskur lækni, sum æt Arthur Asser Rasmussen, í Føroyum at granska hesa sjúku, og í 1934 fann hann útav, at havhestur hevði eina deyðiliga bakteriu, og henda bakteria hevði skyldina í, at septembursjúkan ella nú nevnd "havhestasjúkan" var komin til Føroyar. Av hesum bleiv tað sett forboð í Føroyum fyri havhestaveiðu í 1936, men seinni tá heilivágur kom, bleiv loyvi aftur at veiða havhest. Kanningar vísa, at henda bakteria er sera útbreidd enn, tí tey hava kannað 100 000 havhestar, og heili 10 % av teimum høvdu bakteriuna, men henda sjúkan er sera nógv fyribyrgd í dag, tí tann veiddi havhesturin verður vaskaður val og kannaður. Seinni fann man so útav, at onnur fuglasløg eisini høvdu líknandi sjúkur, so hon bliv kalla ornitosis, sum kann fyribyrgjast, sum nevnt fyrr, við heilivági. Eisini verða havhestar kannaðir fyri, hvussu nógv tungmetal og annað er í teimum, hesar kanningar fara fram í Nólsoy, og kanningar visa at havhestar eisini sum grind, fáa meir og meir av hesum farligu tungmetalunum, so sum kviksilvur og cadmium. Eisini vísa kanningar, at havhestur kann koma við tí farligu bakteriuni "Chlamydia psittaci", sum útbreiður havhestasjúkuna (psittacosis), eisini vístu kanningarnar at havhestasjúkan er sera farlig fyri konur sum eru uppá vegin. Men tó er hetta ikki bara havhestur sum kemur við hesi bakteriuni. Nikaragua. Nikaragua er eitt land í Norðuramerika. Á Miðamerikanska tanganum - millum Kosta Rika og Honduras - liggur Nikaragua, sum er størsta landið í Miðamerika. Til støddar er landið sum Ongland, men fólkatættleikin er lítil, bert 50 íbúgvar/km2. Í El Salvador, sum er tað landið í Miðamerika, har fólkatættleikin er størstur, búgva fimm ferðir so nógv fólk á hvørjum ferkilometri sum í Nikaragua. Bæði hvat landslagi, veðurlagi og samfelagsviðurskiftum viðvíkur, ber til at býta Nikaragua í tveir partar: "Vesturnikaragua" og "Atlantshavsstrondini", sum eystara helvt vanliga verður nevnt. Veður- og landslag broytast frá tí kaldliga fjallaøkinum norður ímóti markinum við Honduras til heita láglendið við Kyrrahavsstrondina. Á Atlantshavsstrondini regnar alt árið. Vestanfyri búgva 90 % av fólkinum. Nikaragua-veitin. Nikaragua hevur ætlanir um at grava eina veit ígjøgnum landið. Veitin skal kappast við Panama-veitina. Ætlanin, sum nevnist "Grand Interoceanic Canal of Nicaragua", kann gerast fyrr 2020. Stórur íleggjari úr Kina stuðlar hesi verkætlan. Umboð fyri Nikaragua hava ferðast um og greitt frá um verkætlanina. Mánadagin 7. apríl 2014 var ein sendinevnd í Danmark, har tey millum annað vitjaðu danska reiðarafelagið. Frá danska reiðarafelagnum verður millum annað nevnt, at ein veit í Nikaragua hevur fyrimunir í mun til veitina í Panama. Ein fyrimunur er, at henda 200 kilometra langa veit fer at hava pláss fyri heimsins størstu skipum. Tað hevur Panama-veitin ikki. Nikaragua-veitin er mett at kosta umleið 40 milliardir dollarar. Dýpið verður 22 metrar, og til dømis Triple-E skipini hjá Mærsk kunnu sleppa ígjøgnum tann vegin, um hon gerst veruleiki. Missiónshús. Eitt missiónshús er eitt samkomuhús hjá kristnu rørslunum "Heimamissiónin" ella "Kirkjuliga Missiónsfelagið". Summi missiónshús hava bíbilsk nøvn, td. Thabor, Karmel. Bris. Brisið, ofta kallað búkspýttkertilin'", ("pancreas" á latíni) er eitt kertilgagn í sodningarleiðini í tí endokrinu skipanini hjá ryggdjórum. Brisið hevur bæði eina eksokrina skipan (hon letur frá sær brissevju, sum inniheldur kveikar til sodningina) og eina endokrina skipan (hon ger nøkur umráðandi hormon, sum t.d. insulin, glukagon og somatostatin). Brisið er uml. 15 cm langt og liggur undir magasekkinum, tætt umfavna av tólvfingurtarminum har tað hevur útbragd í, saman við gallbløðruni. Funktión. Brisið hevur í stóran mun bert tvær funktiónir í kroppinum; 99% av brisinum ger sodningarkveikar og brissevju, sum fara út í tólvfingurtarmin ígjøgnum Wirsung kanalina. Brissevjan, saman við gallinum, frá livrini niðurbróta feittevnir, sukurevnir og proteinir, sum koma frá magasekkinum. Hetta ger at tarmurin betri kann upptaka hesi evnini. Brissevjan er eisini ein lútur, sum órinar sýruna frá magasekkinum. Tað síðsta prosentið av brisinum er hormonframleiðandi vevnaður. Hesin vevnaður er í smáum oyggjum, sum verða kallaðar tær Langerhansku oyggjarnar. Hesar kyknirnar framleiða hormonir sum regulera blóðsukri í kroppinum. Tey mest umráðandi hormonini sum brisið ger er insulin og glukagon. Insulinið, sum verður gjørt í β-kyknunum (beta-kykna), økir um sukurupptøkuna í ymsum kyknum; hjá t.d. vøddakyknum tá ein íðkar ítrótt ella líknandi, og hjá livurkyknum har glukosan (eitt sukurevni) verður goymd sum glykogen í smáum goymslurúmum. Insulin tarnar samtíðis eisini útlátið av tilverandi goymslum av glykogeni. Insulin hevur eisini eina uppbyggjandi ávirkan á ymisk protein, og eina tarnandi ávirkan á niðurbrótingina av feitti og proteinum. Í stuttum tekur insulinið glukosu úr blóðinum og inn í kyknirnar, og av tí sama minkar konsentratiónin av glukosu í blóðinum (blóðsukri fellur). Hitt hormonið, glukagon, sum verður gjørt í α-kyknunum (alfa-kykna) hevur uppá nógvar háttir øvuta ávirkan enn insulin, av tí at tað fær blóðsukri at hækka. Tað stimulerar livrina at frígeva glykogen goymslunar; glykogeni verður síðani aftur umgjørt til glukosu. Síðani stimulerar glukagon eisini útlátið av insulini, fyri at fáa kykninar í kroppinum at taka ímóti eitt sindur av glukosuni, ið tí hækkandi blóðsukrinum. Sukur (glukosa) er tann mest umráðandi orkukeldan hjá kroppinum, og tað er umráðandi at tað liggur innanfyri eitt vist øki, sum er uml. 4 - 6 mmol/L. Hetta er so tí t.d. heilin kann bert nýta glukosu sum eina orkukeldu, og ikki t.d. feitt. Um blóðsukri fellur ov langt niður kann ein fella í koma og fáa krampar. Brisið framleiðir eisini ymisk hormon, sum hava ávirkan á hvussu tarmarnir flyta seg, og samanrykkingunum hjá æðrunum. Sjúkdómafrøði. Av tí at brisið er eitt goymslurúm fyri sodingarkveikar, ger at nakar skaði til tað kann verða deyðaligur. Um hol kemur á brisi, má ein fáa skjóta læknahjálp. Diabetes mellitus. Diabetes mellitus er tann mest vanligi sjúkdómurin í brisinum. Bæði høvuðssløgini av diabetes mellitus eru úrslitið av, at okkurt er galið við brisinum. Við týpu 1 diabetes mellitus er tað beinleiðis skaði hendir við β-kyknunum, sum so gera ov líti av insulini. Týpa 2 diabetes mellitus hevur ein fyrst insulin mótstøðu, sum er kent við at ein hevur ov lítið av insulini fyri at útfylla tørvin av tí. Hetta endar so við at β-kyknirnar gera meira insulin, til tær endaliga steðga at gera insulin, av yvirarbeiði. Men hetta kann taka fleiri ár. Eksokrint bris trot. ("Exocrine pancreatic insufficiency", ella "EPI" á enskum). Hetta er tá brisið ikki klárar at gera nokk av sodningarkveikum, so sodningin verður ófulgjørd. Fólk við EPI hava ofta systiska fibrosu ("cystic fibrosis" á enskum) ella Shwachman-Diamond Syndrom. EPI kemur av at tað er eitt vaksandi tap av kyknunum sum gera sodningarkveikar. Kronisk ígerð er tann mest vanliga orsøkin av EPI hjá fólkum. Tapið av sodningarkveikum ger at ein fer at mangla føðsluevni. Systisk fibrosa. ("Cystic fibrosis", ella "CF" á enskum) er ein arvalig sjúka, sum ávirkar allan kroppin, og førir við sær vaksandi avlamni og ov skjótan deyða. CF kemur av, at ein mutatión er í "cystic fibrosis transmembrane conductance regulator" ("CFTR") geninum. Úrdrátturin av hesin geninum hjálpir við at gera sveitta, sodningarevni og slím. Tey flestu fólkini uttan CF hava tvey virkandi kopi av geninum, men bert eitt er neyðugt, fyri ikki at fáa CF; tí er CF ein autosomal resessiv ("autosomal recessive" á enskum) sjúka. Navnið "cystic fibrosis" kemur av at ein fær "fibrosis" (arrvevnaður) og "cysts" (bløðrir) innaní brisinum. CF ger varandi skaða í brisið, og ein kann eisini fáa pínifulla ígerð í tað. Sámal Matras Kristiansen. Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur. Føddur 17. desember 1977 í Fuglafirði. Hann starvast sum lærari í studentarskúlanum í Hoydølum og hevur lærugreinirnar samfelagsfrøði og landafrøði. Hann og unnustan, ið eitur Anina, sum er ættað úr Danmørk, búgva bæði í Hvalvík. Svenning Tausen. Svenning Tausen (føddur í Hovi 12. apríl 1936, deyður 5. november 2013) var ein føroyskur rithøvundur, lærari og ritsjóri. Hann starvaðist fyrst sum lærari í Føroya Millum- og Realskúla til 1961, síðan í Føroya Studentaskúla 1961-74 og eftir hetta sum varaskúlastjóri í nýggja Eysturskúlanum til 1996, tá ið hann legði frá sær. Hann ritstjórnaði Mína jólabók í nógv ár og var eisini blaðstjóri á Barnablaðnum frá 1959 til 1973. Hann var nevndarlimur í Bókadeild Føroya Lærarafelags frá 1958 til 1965 og aftur frá 1987 til 2001. Hann var ein teirra, ið fingu sett á stovn Bókamiðsøluna í 1968, og hann var formaður í nevndini fram til 1981. Hann var giftur Amy (f. Olsen). Tey fingu tvey børn: Duritu og Magnus. Heiður. 1990 Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir .es. .es er økisnavn hjá Spania Kommunalreformur 2007 (Danmark). Kommunalreformurin ella Strukturreformurin ella er heitið á avtaluni í Danmark um samanlegging av nógvum kommunum, skiftið av 13 amtum við 5 regiónum og skifti av 15 statsamtum við 5 statsforvaltningum eins og avtøka av "Hovedstadens Udviklingsråd" (HUR) og "Hovedstadens Sygehusfællesskab" (H:S), sum varð viðtikið av flokkunum Venstre, Konservative, Dansk Folkeparti, Socialdemokraterne og Radikale Venstre 16. juni 2005, og sum kom í gildi 1. januar 2007. Strukturreformurin kom ístaðin fyri strukturin við kommunum og amtum, sum vóru innførdar við Kommunalreforminum í 1970 (sí eisini Kommunalreform um aðrar kommunalreformir í Danmark). Eitt yvirlit yvir bæði tann gamla og tann nýggja strukturin sæst á síðuni um danskar kommunur. Samanløgdu kommunurnar vóru bygdar í 2006 av eini samanleggingarnevnd, mannað av tí gomlu kommunalnevndini, ið er vald á kommunulvali í november 2005. Í hesum kommunum er valskeiðið fyri gomlu kommununevndirnar longt við einum ári, so tann gamli struktururin framhaldandi kann virka, meðan tann nýggi verður bygdur. Keldur/ávísingar. * Miðafrikalýðveldið. Miðafrikalýðveldið (franskt "République Centrafricaine",Sango "Ködörösêse tî Bêafrîka") er eitt land í Miðafrika við umleið 4 mió. íbúgvar. Høvuðsstaður er Bangui og høvuðsmálið er Sango, ið næstan øll fólk í landinum duga at tosa. Almennu málini eru franskt og Sango. Miðafrikalýðveldið hevur mark við 5 lond: Kjad, Sudan, Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo, Kongo og Kamerun. Búskapur. Stórur partur av inntøkunum í landinum er av diamantvinnuni. Her eru eisini góðir møguleikar at menna aðra vinnu, tí bæði gull, jarn, kopar og uran eru í jørðini. Stór vatnflóð í regntíðini er kortini stórur bági fyri allari námsvinnu. Miðafrikalýðveldið kemur ikki út til havið - har er eingin strond, eingin jarnbreyt og asfalteraðu vegirnir fáir. Tí er mesti flutningurin og mesta sambandi ímillum fólk eftir áunum. Næstan tríggir fjórðingar av allari vøru verða fluttir eftir áum og veitum, sum tilsamans eru 7000 km langar. Mesta útflutningsvøran verður flutt til Brazzaville í Kongo og haðan koyrd við toki út til havnabýir á strondini við Atlantshav. Miðafrikalýðveldið er av fátækastu londum í heiminum. Søga. Turkur og politiskur ófriður hava elvt til svára neyð. Í 1965 kom ræðslustýrið hjá Bokassa keisara til valdið, og tá ið hann mátti rýma av landinum, tók hernaðarstýri við. Fyrstu ferð, fólkið slapp at velja stýri sítt, var í 1993, men búskapurin í landinum liggur framvegis í skeljum, og landið er eitt tað fátækasta í heiminum. Ófriður. Í CAR hava í 2014 verið nógvir samanbrestir millum víðgongdar muslimar og kristin. Anti-Balaka-militsin eru hálvvápnaðir uppreistrarmenn, sum fyri tað mesta hoyra til kristnar bólkar í landinum. Teir hava verið skuldsettir fyri at hava dripið muslimar frá hond. Anti-Balaka-militsin varð sett á stovn eftir at muslimskir Seleka-uppreistrarbólkar í longri tíð høvdu gjørt seg inn á og dripið kristin frá hond - tað gjørdu teir millum annað í februar 2014. Landafrøði. Mitt inni í Afrika er Miðafrikalýðveldið. Norðari partur er turrur og berligur, syðri partur er vátur og avtakin við regnskógi. Karolina Matras. Karolina Matras, lesigranskari á Føroya Læraraskúla. Fødd 2. apríl 1955 í Haldarsvík. Sóttin svarta. Sóttin svarta ella Svarti deyði er størsta vanlukka, vit vita um, sum rámt hevur mannaættina. Hon var pest, og tey sjúku fingu svartar svullir um kroppin, av tí er navnið. Sóttin var borin við loppum av svørtu rottuni. Til samans týndi sóttin svarta helst helmingin av øllum fólkinum í Ásia, Evropa og Afrika. Hon kyknaði í Norðurindia síðla í 13. øld, og smittan varð borin við keypmonnum eftir handilsvegunum í Miðásia. Til Evropa kom hon í 1347 við einum italskum skipi, sum hevði verið og tikið farm í sóttrakta býnum Kaffa innast í Svartahavi. Úr Italia fór hon norður í gjøgnum Evropa og kom til Føroya úr Noregi í 1349. Kamper Bas. Kamper Bas er eitt íbúðarumráði á Gokstad í Sandefjord, Vestfold í Noregi. Vestfold fylki. Vestfold er eitt fylki í Norra. Vestfold hevur umleið 240 398 íbúgvar (2014) (4.72 % av teimun norsku íbúgvarunum). Vestfold hevur mark við Buskerud, Telemark og Østfold. Oddvar Torsheim. Oddvar Torsheim (2. november 1938) er ein norskur málari, teknari, grafikari og sangari úr Herland, Naustdal, Sogn og Fjordane. Hansara mest kendu sangir eru «Eg og meg og Mona» og «No vil eg by deg opp». Kansas. Kansas (enskt "State of Kansas") er stakríki í USA við 2,8 miljónum innbúgvum. Mitt inni í USA er Kansas. Í norðri hevur Kansas mark við Nebraska, í eystri við Missouri, í syðri við Oklahoma, og í vestri við Colorado. Í Kansas er ógvuliga slætt. Høvuðsstaðurin í Kansas eitur Topeka. Har er øll tann týdningarmesta umsitingin í lutstatinum, so sum stjórn, ting og stjórnarráð. Nú á døgum eru nógvar fyritøkur í Topeka, men búskaparligi miðdepilin í Kansas er í Wichita og Kansas City. Kansas City, ið er báðumegin Missouriá, er ein býur eystarlaga í Kansas og í Missouri. Har er nógvur ídnaður og týðandi handilsvirksemi. Niðursetubøndir. Fyrstu hvítu niðursetufólkini fóru vestureftir í vognum við segldúksskóli. Seinna helming í 19. øld búsettu fleiri milliónir fátækir amerikanarar og innflytarar úr Evropa seg vestan fyri Mississippi í USA. Vónríkir gullgravarar fóru til Norðurkalifornia, har gull varð funnið í 1848, og stórbøndur løgdu lendi inn á grasfløtunum í Kansas og hildu stór neytafylgi. Tað var lógin Homestead Act frá 1860, sum eggjaði bóndunum at fara vestureftir til Kansas. Bøndur fingu um 650 000 m² at velta, og tá ið teir høvdu dyrkað jørðina í 5 ár, áttu teir hana. Arbeiðarar løgdu jarnbreytir, og við jarnbreytini enn fleiri arbeiðarar og grøðin varð flutt til marknaðirnar. Mongu jarnbreytirnar bundu longu teinarnar í Amerika saman. Í 1900 var jarnbreytakervið í alt USA 405 000 km langt. Búskapur. Kansas er kanska fremsta landbúnaðarríki í USA. Umleið 90 % av landjørðini eru velt (191 000 km2). Her velta tey m.a. mais, hveiti og epli. Onnur týðandi grøði er soyabønir og jarðnøtir, sum millum annað verða brúktar at gera matolju úr. Úr hesum stóru landbúnaðarøkjunum verða landbúnaðarvørur fluttar út til nógv statir kring allan USA. Hesi støðini hava so statt ógvuliga stóran týdning fyri at útvega USA mat. Nógvir bøndur velta mat til sín sjálvs ella hava húsdýr, sum geva familjuni kjøt ella mjólk. Summir teirra hava smáar veltur og akrar og nýta einføld amboð. Aðrir bøndur reka stórar garðar við nútímans maskinum á munagóðan hátt. Í økjum við nógvum landbúnaði eru einamest stórir garðar. Har arbeiða fá fólk, men tey hava nógvar maskinur. Tað, sum verður framleitt, t.d. kjøt, mjólk ella korn, verður selt, helst innanlands, men eisini uttanlands. Allastaðni í Kansas brúka menniskjuni jørðina, millum annað at velta ella at hava húsdýr á. Tað er bara ein tíggjundapartur av landjørðini, sum ikki verður brúktur til akrar, veltur og beiti hjá húsdýrum. Lendið verður brúkt til nógv annað eisini, til dømis skógarvinnu og veiðu. Fenaðurin, sum gongur á beiti, kann vera seyður, neyt ella geitir. Ull, kjøt og mjólk hevur mest at siga av tí, sum fæst burtur úr húsdýrahaldi í Kansas. Í nógvum bygdum eru stórir garðar við húsdýrum. Teir verða nevndir ranchir (ranches). Har hava tey óvuliga nógvan fenað, serliga neyt til at fáa kjøt. Teir flestu av hesum stórgørðunum flyta út kjøt til aðrar statum. Politikkur. Í Kansas er deyðadómur. Seinasu tíggju árini er eingin avrættaður í statinum. Størstu býir. Landspartar og býir í Kansas Peru. Peru, Perú ella Lýðveldið Peru (spanskt: "República del Perú") er eitt land í Suðuramerika. Í suðri hevur Peru mark við Bolivia og Kili, í norðri við Ekvador og Kolumbia, í vestri við Kyrrahavið og eystri við Brasil. Peru hevur 28,6 mió. íbúgvar. Síðstu árini hava vinnuloysi, fátækradømi og aðrir samfelagsligir trupulleikar elvt til harðligt politiskt stríð og grovan harðskap. Tí hava útlendskar vinnufyritøkur aftrað seg við at seta pening í fyritøkur í Peru, og landið er eitt tað fátækasta í Suðuramerika. Næstan helvtin av fókinum í landinum er ættað av uppruna fólkinum frá Quechua og Aymara, sum eru av teimum størstu fólkabólkum í landinum. Størsi býurin og høvuðsstaður er Lima. Tjóðardagur er 28. juli. Søga. Longu fyri 8000 árum síðan búðu veiðifólk/savnarar í Andes í Suðuramerika. Um 3500 f.Kr. vóru nógvar bygdir bygdar fram við strondini í Peru. Høvuðsvinnuvegurin var fiskiskapur. Longri inni í landinum vóru landbúnaðarsamfeløg, og fólk livdu sum bøndur og dyrkaðu bummull og seinni mais, tey brutu eisini grót úr fjøllunum til húsabygging og prýðislutir. Tey veittu vatn út á velturnar og løgdu nógv inn av nýggjum. Um 2000 f.Kr. vóru mangar stórar búsetingar í Andesfjøllum. Tey bygdu stórar bygningar til átrúnaðarlig hátíðarhald ella alment virksemi. Í El Paraiso tætt við Lima var í 1800 f.Kr. bygd ein veldig pýrmida úr flaðaðum, høgdum gróti. Margbroytta paracas-mentanin stóð í hægsta blóma frá um 500 f.Kr. til um 200 e.Kr. á einum avbyrgdum, veðurbardum geira sunnan fyri Lima. Landbúnaðurin hjá paracas-fólkinum var fjølbroyttur, og tey dyrkaðu mais, bønir, jarðnøtir, epli og yucca. Tey dugdu sjáldsama væl at baldýra og veva, og tøkni og arbeiðsháttur teirra vóru ókend aðrastaðni. Á klæðum, sum eru stívliga 2000 ára gomul, eru funnin yvir 100 litir. Baldýraðu myndirnar eru av menniskjum, fuglum, køttum, revum og andum. Paraces-fólkið balsameraði tey deyðu og hevði hátíðarligar og drúgvar jarðarferðir. Líkini vóru helst roykt ella turkað, so at tey ikki skuldu rotna, og síðan løgd í gravkømur undir jørð; við sær fingu tey klæði, høvuðmyndir og lutir úr leiri. Fyri fýra hundrað árum síðan var Peru miðdepil í mikla Inkaríkinum, sum rakk næstan suður ígjøgnum alt Suðuramerika. Eftirkomarar inkafólksins liva enn upp í hálendinum í Andesfjøllunum og eru um helvtin av fólkinum í Peru. Fyrsti veruligi uppreisturin ímóti spanska yvirvaldinum í Suðuramerika var í 18. øld. Í Andesfjøllunum í Peru vóru indiánar noyddir at arbeiða í námum og verksmiðjum hjá spaniamonnum. Arbeiðsumstøðurnar vóru ræðuligar, og í 1780 gjørdu indiánarnir uppreistur. Oddamaður teirra var José Gabriel Condorcanqui (19. mars 1742 - 18. mai 1781), ein múgvandi spanskur amerikanari, sum segði seg vera ættaðan frá inka-keisaranum Tupac Amaru, ið ráddi í 16. øld. José fekk sær sjálvur hetta navnið í 1771. Uppreistrarmenninir tóku stórar partar av hálendinum og lupu á býin Cuzco. Í loyndum sendu teir viðhaldsmonnum í Bolivia boð um uppreisturin við knútastavraðum ("quipu"), sum inkar nýttu í gomlum døgum. Í mars 1781 fingu spaniamenn hendur á Tupac Amaru og píndu hann til deyða. Men uppreisturin helt fram, til hann var niðurbardur í 1782, tá ið uppreistrarliðini tvær reisur høvdu herjað á býin La Paz í Bolivia. Tá ið San Martin hevði staðið á odda fyri argentinskum frælsisherdeildum, legði hann ætlaninr um at vinna Peru frælsi. Í Kili læt hann búgva út ein herflota, og í 1820 gjørdi hann innrás í Peru bæði av sjónum og av landi. Fólkið í Peru stuðlaði honum, og hann tók upp samráðingar við spanska varakongin og bað hann geva seg undir. Varakongur legði frá sær, tá ið herdeildir San Martins komu til Lima í 1821. San Martin gjørdist ríkisfyristøðumaður í Peru og lýsti landið at vera frælst ríki. Hann legði frá sær árið eftir, tí at hann vildi ikki fara upp í politiskt stríð ímillum oddamenninar í lýðveldisflokkinum. Kyrrahavskríggið ímillum Peru og Kili (1879-1884) tók Peru ógvuliga fast, og mong ár gingu, til landið kom fyri seg aftur. Í 1920-árunum tók nýggj kollveltingarrørsla seg upp, oddamenn hannara vóru José Carlos Mariátegui (1895-1930) og Víctor Raúl Haya de la Torre. Haya varð sendur í útlegd fyri virksemi sítt í 1923, og í 1924 stovnaði hann rørsluna Amerikonsku Fólkakollveltingarfylkingina (APRA), ið skuldi berjast ímóti hjálandapolitikki USA í Latínamerika, tjóðartaka jørðina og ídnaðin og sameina indiánararnar í øllum Latínamerika. APRA-deildir vórðu settar á stovn í nógvum suðuramerikonskum londum, men tað var bara í Peru, at mong fólk tóku undir við fylkingini. Haya kom aftur til Peru í 1930 og gjørdist forsetavalevni hjá APRA. Mótstøðumaður hansara Sanchez Cherro vann valið, men ein aprista (APRA-viðhaldsmaður) gjørdi av við hann í 1933. Stríðið ímillum stjórnina og APRA stóð við í mong ár. Øll lond í Suðuramerika hava kríggjast við grannalond síni um, hvussu landamørkini skuldu vera, og enn eru ikki allar marknatrætur loystar. Í kríggjunum ímillum Ekvador og Peru í 1940-árunum doyðu fleiri túsund fólk. Fólkið í Lima, býur við breiðum og prýðiligum gøtum og borgum, atkvøddi fyri José Luis Bustamante, valevni, sum APRA stuðlaði, á forsetavalinum í 1945. Hann varð valdur. Haya stýrdi óalment stjórnini í tvey ár, hóast hann ikki varð valdur, men nærri kom hann ikki forsetaembætinum tey mongu árini, hann var upp í politikki. Av fyrstantíð fekk APRA dygga undirtøku í Peru, men í mong ár varð rørslan bannað. Bæði herur og løgregla hildu hana mata støðið undan landsins trygd og bardust ímóti henni. Men hóast tað gjørdist rørslan tann politiski flokkurin, sum hevur verið longst í Peru. Í 1980-árunum gjørdi kommunistiski uppreistrarbólkurin, Lýsandi Gøtan, nógv um seg í Peru. Endamálið var at seta á stovn kommunistiskt stýri í landinum. Rørslan fór harðliga fram - flutti burtur og myrdi fólk og legði bumbur í býunum í Peru. Oddamaður rørslunnar, Abimael Guzman (f. 3. desember 1934), varð tikin og settur fastur í 1993. Búskapur. Nógv fólk býr á smáum gørðum í fjøllunum, og tey eru sera fátøk. Onnur arbeiða á stórgørðum og dyrka kaffi, sukur og bummull til útflutnings. Í undirgrundini er olja og annað náttúrutilfeingi, sum bøtir um gjaldføri landsins. Tað er so lítið dyrkilendi í Andesfjøllum, at hvør jarðarskeki verður veltur. Nógvastaðni í líðunum laða bøndurnir bríkar, at teir kunnu nýta alt lendið, teir eiga. Sáað verður, sum veðurlagið er. Niðri á sløttum er lýtt og slavið, men hægri upp tú kemur, kaldari verður. Á háslættunum í Andesfjøllum er einasta frukt, ið veksur væl, epli. Ógvuliga nógv æti er í tí kalda sjónum við Peru. Ætið er føðsla hjá ansjósum, makreli og sardinum, sum nógv er til av á hesum leiðum. Fiskamjøl úr ansjósum er stór útflutningsvøra hjá Peru. Níggjunda ella tíggjunda hvørt ár kemur flógvi havstreymurin, nevndur El Niño, og órógvar tilgongdina av æti, og fiskurin fer aðrar leiðir at søkja sær føðslu. Í 1992 og aftur í 1998 elvdi hetta til svára kreppu í fiskivinnuni. Størstu fiskiveiðitjóðirnar eru Peru, Kina og Indonesia. Kina einsamalt fiskaði í 2003 næstan 10 miljardir tons, sum er 15 % av øllum heimsins fiskiskapi upp á 67 miljardir tons, næst teimum Peru, sum fiskaði 9 %. Landafrøði. Peru er eitt av teimum stóru londunum í Suðuramerika. Nógvastaðni er tættur regnskógur. Andesfjøllini skilja landið í trýggjar partar: strandarøki, hálandið og Amasonasskógurin. Fram við strondini í Peru er fyri tað mesta slættlendi, men sum í norðara parti av Kili regnar tað sjáldan ella ongantíð, og tí ber ikki til at dyrka korn ella aðrar fruktir, uttan har sum áir koma oman úr fjøllunum. Slík pláss eru nógv fram við strondini, og har dyrka teir mais, rís, sukurrør, bummull og aðrar fruktir. Í havinum vestanfyri er ørgrynni av fiski og fugli. Inni í landinum eru fleiri fjallaryggir og stórir háslættar og dalar millum teirra. Størsta fløtan er eystur móti Bolivia. Har er óføra stórt vatn, Titicacavatn, 3.810 m yvir havinum. Nógv nes skera seg út í vatnið, og í syðra endanum eru tvær fittliga stórar oyggjar, har toftir av fyrndargomlum templum eru at finna. Fleiri áir renna í vatnið, og ein stór rennur úr tí, og tí er vatnið ikki salt. Har á leið er býurin Cuzco, sum einaferð var høvuðsstaður í einum stórum indianaríki. Høvuðsstaðurin eitur Lima, størsta skipahavnin er Callao. Myndasavn. Mynd:80 - Machu Picchu - Juin 2009 - edit.jpg Mynd:Procesion del Señor de los Milagros.jpg Mynd:Peru_Topography.png Mynd:Peru_pol91.jpg Tjóðpallur Føroya. a>. Tjóðpallur Føroya er í gula bygninginum mitt á myndini. Tjóðpallur Føroya er ein almennur stovnur, ið er skipaður við Løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003. Tjóðpallur Føroya varð settur á stovn í 2004 og húsast í bygningi í Tórsgøtu í Havn. Tað er Jenny C. Petersen, ið er virkandi stjóri á Tjóðpalli Føroya. Leikverk 2010. Tilsamans hava 92 sýningar verið og 6.363 áskoðarar. 57 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 41 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 4 næmingar verið í starvsvenjing. Tvey leikverk, sum vóru stuðlað av kontuni Stuðul til Yrkisleiklist, hava vant og spælt í hølunum hjá Tjóðpallinum. Leikbólkurin Gríma: “Apan” 9 sýningar og leikbólkurin Grugg: “Goym moralin til seinni” 15 sýningar. Det Ferösche Compagnie fór undir venjingar av “Indberetninger fra en rejse i Færø” Harumframt vóru 2 sýningar av gestaleikinum “Duvorna” frá Sjónleikaraskúlanum í Luleå, tónleikatiltøk o.l. Leikverk 2009. Tilsamans hava 89 sýningar verið og 6.275 áskoðarar. 71 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 46 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 3 næmingar verið í starvsvenjing. Eitt leikverk, sum varð stuðlað av kontuni Stuðul til Yrkisleiklist, hevur vant og spælt í hølunum hjá Tjóðpallinum. Leikbólkurin Gríma “Pietá” 16 sýningar – 792 áskoðarar. Leikverk 2008. Tilsamans hava 69 sýningar verið og 7693 áskoðarar. 49 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 39 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 3 næmingar verið í starvsvenjing. Leikverk 2007. 53 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 37 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 4 næmingar verið í starvsvenjing. Leikverk 2006. Tilsamans hava 32 sýningar verið og 5.617 áskoðarar. 108 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 78 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 6 næmingar verið í starvsvenjing. Leikverk 2005. Tilsamans hava 76 sýningar verið og 12.198 áskoðarar. 112 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 57 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 6 næmingar verið í starvsvenjing Lima. Lima er høvuðsstaður Perus. Næstan alt árið er ádrigið, mjørki og slavin luft í Lima. Kortini er fólkið nógv fjølgað seinastu árini. Nú búgva fleiri enn 7,6 milliónir har, tí fólk leita sær eftir arbeiði í býnum. Stættarmunurin er øgiligur; tey ríku búgva í nýggjum íbúðarhúsum ella forstaðarhúsum, tey fátæku búgva í ússaligum, ovfólkaðum fátækrabýlingum, nevndir "calampas", ið verða reistir allastaðni í útryðjuni í býnum. Spanski hertakarin Francisco Pizarro grundaði býin í 1535. José de San Martín. José Francisco de San Martín Matorras, Jose de San Martín ella bara San Martin (25. februar 1778 – 17. august 1850) var føddur í Yapeyú, Corrientes í Argentina og varð sendur á hernaðarskúla í Spania. Hann fór heim aftur, tá ið hann frætti um frælsisbardagarnar. Everglades. Everglades í Florida í USA er friðað mýrilendi við mongum sjáldsomum plantum og dýrum. Fyrr var lendið nógv størri, men partar av Everglades eru drenaðir og verða nýttir til sukurlundir. Norðari partur er víðførar sevmýrar við hólmum og grynkum. Sunnan fyri er vaðil (lendið, sum liggur turt á fjøru). Á oyrareingjunum eru saltar mýrar við mangrovugróðri. Tjóðargarðurin Everglades National Park í Suðurflorida varð stovnaður í 1947 og hevur altjóða týdning sum varðveitsla av mýrilendi og granskingarøki við upprunaskógi og áum. Myndir. Everglades og Sawgrass graslendi. Páskaoy. Páskaoy (spanskt: "Isla de Pascua", rapa nui: "Rapa Nui") er ein kyrrahavsoyggj, ið er hjáland til Kili. Almennu málini eru tvey í tali, spanskt og rapa nui. Oyggin er gitin fyri veldugu standmyndirnar í tí berliga landslagnum. Standmyndirnar kallast "Moai". Forfedrar polynesiamanna høgdu tær í grót fyri stívliga 1000 árum síðan. Hvussu oyggin fekk navnið Páskaoy. Rannsóknarferð hjá Roggeveen árini 1721 og 1722 Niðurlendski sjófarin Jacob Roggeveen (1659-1729) gjørdi eina rannsóknarferð til Kyrrahavið árini 1721 og 1722. Hann leitaði eftir einum møguligum ókendum heimsparti ið hann kallaði "Zuydland" á kortinum, sum varð gjørd aftaná ferðina. Latínska heiti var "Terra Australis Incognita", ið merkir 'Ókenda landið fyri sunnan'. Meðan Roggeveen leitaði, fann hann eina ókenda oyggj tann 5. apríl 1722. Av tí at tað var páskadagur hendan dagin, kallaði hann oynna "Paasschen eiland", sum merkir Páskaoy á niðurlendskum. Høvuðsstaðurin. Høvuðsstaðurin, sum eitur Hanga Roa, liggur í útsynningspartinum av oynni. Her búgva næstan øll fólk, og sostatt er hann tann einasti býur á oynni. Á allari oynni eru umleið 7800 fólk. Altjóða flogvøllurin "Mataveri International Airport" er beint uttanfyri býin. Sunnanfyri flogvøllin liggur tað 320 metrar høga gosfjallið, sum kallast "Rano Kao". Landafrøði. Páskaoyggin er í útryðjuni í eystara parti í Polynesia, Eystasta oyggin í Kyrrahavi er 24 km til longdar og 16 km breið. Gosfjallið "Ma'unga Terevaka", við sínum 507 m er hægsta punktið á oynni. Hetta fjallið liggur í norðara partinum. Øll gosfjøllini á oynni eru óvirkin í dag. Søga. Standmyndirnar á Páskaoynni eru ovurstórar, úr 3 upp í 12 m. høgar og ógvuliga tungar. Størsta standmyndin, sum er higartil funnin, vigar 84 tons. Polynesar búsettu seg á oynni í 6. øld. Tey livdu av taro, søteplum, bananum og graskerum, sum tey sjalv dyrkaðu, og tey hildu eisini bæði svín og høsn. Tey bygdu rætthyrntar pallar, nevndir "ahu", fram við strendurnar. Men gulløldin við minnisvarðum og standmyndum á Páskaoynni var ikki fyrr enn seinni, um 1300, tá ið fólkið á oynni gjørdu hundraðtals pallar og reistu stórar, høgdar standmyndi á teimum. Pallarnir vóru stórir og síðan, sum vendi út ímóti sjónum, var hál og slætt, tí sjógvurin alsamt runaði eftir henni. Hvør pallur var 45 m. langur, og á honum stóðu 15 standmyndir. Eingin veit, hví standmyndirnar vórðu gjørdar, men tær eru helst gjørdar av átrúnaðarligum grundum. Flestu standmyndirnar á Páskaoynni vóru høgdar í grótbrotum í sloknaðum gosopum. Tær vórðu høgdar í heilum líki úr berginum, bara ein partur av bakinum var fastur og helt teimum, so at tær duttu ikki. Tá ið standmyndirnar vóru lidnar, varð festið í bakinum høgt leyst, og tær vórðu signar niður á slætt og blankaðar og snøggaðar. Síðan vórðu tær drignar til pallarnar og reistar, einsamallar ella lið um lið. Nógvar høvdu strýuskapað høvuðsprýði av royðigróti. Mangar standmyndir høvdu enn høvuðsprýði, tá ið evropear á fyrsta sinni sóu tær mong hundrað ár eftir, at tær vórðu reistar. Taivan. Lýðveldið Kina ella Taivan, sum í mong ár var partur í Kina, hevur verið avbyrgt frá kinesiska meginlandinum síðan 1949, tá ið tjóðskaparstjórnin flýddi út í oynna, eftir at hon hevði tapt borgarakríggið ímóti kommunistunum. Stýrið í Taivan sigur seg enn verða lógliga stjórnarvaldið í øllum Kina, og Fólkalýðveldið Kina sigur Taivan verða kinverskan landslut. Fá lond hava viðurkent Taivan sum sjálvstøðugt ríki. Stavseting. Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Teivan, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Taivan. Landafrøði. Oyggin liggur í Eysturkinesiska havinum, norðanfyri Filipsoyggjar og eystanfyri kinesiska meginlandið. Taivansundið skilur oynna frá meginlandinum. Søga. Tá ið portugisiskir sjófarar fyrstu ferð komu til Taivan í 1590, nevndu teir oynna "Ilha Formosa" ("Oyggin Vakra"), tí hon var so fruktagóð, og fjøllini vóru so vøkur. Politikkur. Hóast Taivan loysti frá Kina undir borgarakrígnum í 1949, so metir Kina enn, at Taivan er ein partur av Kinesiska Ríkinum, og landið hevur hótt Taivan, hvørja ferð tað hevur haft ætlanir um at taka formelt sjálvstýri. Upprunafólkið. Langt fyri at kinverjar komu til Taivans, búðu mong fólkasløg har. Tey talaðu egið mál, men mangir siðir og gerandislív líktist. Kinverjar komu hagar í 17. øld, og sum tíðin leið, løgdu teir oynna undir seg og trokaðu burtur upprunafólkið, ið nú á døgum bara er 2 % av fólkinum í Taivan. Fjølmentasta upprunafólkið nú er amifólkið, sum eru dugnaligir leirkerasmiðir og bøndur. Amifólkið býr í stórum bygdum, og heima eru tað konufólkini, ið ráða. Átrúnaður. Størstu átrúnaðirnir í Taivan eru buddisma, taoisma og konfusianisma. Hesir átrúnaðir líkjast nógv, og mong fólk trúgva á partar úr øllum trimum. Taoisman, ið tók seg upp í Kina um 300 f.Kr., er vegurin (tao) til einfalt lív og levnað leys av øllum jarðligum strevi. Endamálið hjá taoistum er at liva í samljóði við náttúruna, so at javnvág verður ímillum tann óvirkna kvinnupartin av likaminum (yin) og tann virkna mannpartin (yang). Føroyar (sangurin). Sangurin Føroyar er sungin, innspældur og gjørdur av føroyska bólkinum Frændur. Sangurin varð útgivin á tónleikaútgávuni Frændur II í 1986. Tað er Steintór Rasmussen, ið syngur. Sangurin var eitt stórt hitt í Føroyum síðst í 1980'árunum og verður ofta sungin til felagssang. Orð og lag eigur Steintór Rasmussen. Tekstur. Og verða vit ríkari tá Føroyar Ár eftir ár eftir ár eftir ár Sum um Føroyar var mín móðir Ímillum tey sum búgva her í Føroyum Ímillum tey sum búgva her í Føroyum Kitee. Kitee er ein býur í Östra Finlands län í Eysturfinnlandi. Kitee hevur 11 355 íbúgvar (2012). Edenbridge (tónleikabólkur). Edenbridge er ein eysturríkskur metal-bólkur úr Linz, Eysturríki. Bólkurin byrjaði í 1998. Botsvana. Botsvana er land í syðra-Afrika við 2,1 mió. íbúgvar í 2014. Í suðri hevur Botsvana mark við Suðurafrika, í norðri við Sambia, í vestri við Namibia og eystri við Simbabvi. Í Botsvana er trygt fólkaræðiligt stýri. Botsvana er eitt av fáu londunum í Afrika, har tað hevur gingið støðugt framá búskaparliga. Tá ið Botsvana gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1966 var tað ørfátækt landbúnaðarland, fólkið livdi av sjálvbjargnisbúnaði. Rættilig ferð kom á búskaparligu menningina, tá ið diamantar vórðu funnir í 1967. Ein onnur týdningarmikil vinna eru stóru neytagarðarnir, sum eru komnir síðstu 30 árini. Tá ið Botsvana gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1966, var eingin høvuðsstaður, tí at tað hevði verið stýrt úr Mafikeng í Suðurafrika. Nýstovnaða ríkið bygdi tí nýggjan høvuðsstað, Gaborone. Um 200.000 fólk búgva nú í býnum (2010), sum umframt at vera høvuðsstaður eisini er miðdepil fyri ídnaði og samferðslu. Botsvana hevur í fleiri ár verið illa plágað av eyðkvæmi. Eyðkvæmi var ein týðandi orsøk til, at fólkavøksturin í Botsvana eftir tíggju árum minkaði úr trimum prosentum niður í næstan einki. Í Botsvana doyggja nógv ung fólk av AIDS, miðal livialdurin er bert 66 ár í 2014, sbrt. WHO. Í Botsvana er 23.4 % vaksin smittaður av hesi herviligu sjúku í 2014. Búskapur. Botsvana er eitt dømi um eitt land í Afrika, har tað hevur eydnast at skipa viðurskiftini væl. Har hevur man eitt risastórt tilfeingi, men man hevur skipað tað á ein hátt, at tað ikki skeiklar samfelagið. Fyri eitt land sum Sierra Leona ella Kongo Kinshasa hevur stóra diamantríkidømið verið ein vanlukka, men Botsvana, sum hevur stórt diamantríkidømi, hevur havt størsta búskaparvøkstur í heiminum seinastu 40 árini. Í Botsvana taka myndugleikarnir ognarrættin hjá almenninginum til tilfeingið fyri fult. Teir krevja inn tilfeingisrentuna frá ávikavist olju og diamantum og goyma hana til seinni ættarlið ella brúka hana til at fíggja íløgur í útbúgving, vegir og tunlar osfr. Í t.d. bæði Kongo og Sierra Leona stóðst hinvegin borgarakríggj um tilfeingisrentuna. Í Selebi-Phikwe (Selibe Phikwe) í Botsvana var nógv nikkul og kopar funnið í jørðini. Har varð farið undir námsvinnu, og tí sambandi varð bygdur ein nýggjur námsbýur við býarpørtum, har stjórar skuldu búgva einastaðni og arbeiðarar eina aðra staðni. Námsbýurin er nær við markið til Simbabvi. Tey, sum gjørdu býarskipanina, vistu, at námsídnaðurin fór at hava dálking við sær. Ætlanin var, at stjórarnir skuldu búgva har, sum teir ikki fóru at verða órógvaðir av roykinum úr teimum stóru skorsteinunum. Eingin hevði kannað veðurlagið í Selebi-Phikwe, so tey, sum gjørdu býarskipanina, nýttu upplýsingar um veður og vind, sum tað var í einum býi har nærindis. Seinni vísti tað seg, at veðrið var heilt øðrvísi í Selebi-Phikwe. Har var ættin sum oftast beint øvut. Tí vóru tað stjórarnir, sum máttu búgva har, sum luftin var ring, og arbeiðararnir búðu har, sum luftin var nógv betri. Fólkið. Tsvanar, ið er fjølmentasta fólkaslagið í Botsvana, hava í øldir skipað seg í høvdingadømi. Hvørt høvdingadømi hevur egið høvdingasetur, og uttan um tað eru garðarnir, ið hoyra til tað. Hvørt húskið býr á sínum garði. Garðurin er eini 3-4 hús við laðaðari girðing uttanum. Túnið innan fyri girðingina verður nevnt "lolwapa". Mr. & Mrs. Smith (2005). Mr. & Mrs. Smith er ein amerikanskur action-skemtifilmur frá 2005. Allur filmurin er spældur inn í San Marino, Kalifornia. Høvuðsleikarar í filminum eru Brad Pitt (John Smith), Angelina Jolie (Jane Smith) og Vince Vaughn (Eddie). Filmurin eru framleiddur í USA. Søgugongd. Harra og frú Smith eru at síggja til eini vanlig hjún, sum liva eitt vanligt lív. Men í veruleikanum eru John- og Jane Smith ógvuliga dugnaligir leigumordarar, sum starvast í hvør sínum felag. Harra og frú Smith vita onki um dupultlívið hjá hvørjum øðrum. Tey droyma bæði um at fáa eitt sindur av spenningi í hjúnalagnum og teirra ynski gongur út tá tey verða biðin um at myrða – hvønnannan! Ólafsvík. right Ólafsvík er ein bygd í Snæfellsbær kommunu í Norðvesturvaldøminum á Vesturlandinum í Íslandi. Ólafsvík hevur 1 008 íbúgvar (desember 2004). Sapporo. Sapporo er ein av størstu býum í Japan og hevur umleið 1,9 mió íbúgvar. Í 1972 vóru OL-veturleikirnir í býnum. Cork. Cork (Írskt "Corcaigh") er næststørsti býur í Írsku republikkini og triðstørsti býur á oynni Írland. Cork er størsti býur í Munster og hevur umleið 120 000 íbúgvar. Lordi. Lordi er ein finskur rokkbólkur, sum varð stovnaður í 1992. Barcelona. Barcelona er næststørsti býur í Spania. Barcelona er við Miðjarðarhav í Norðurspania. Hann er týdningarmikil havnabýur við tveimum mió. fólkum. Hann er eisini høvuðsstaður í Katalónia. Málið er katalónskt, sum er í ætt við spanskt. Býurin er gitin fyri stásiligu húsini og vakra byggilist. Býurin er mitt í stórum ídnaðarøki. Í 1992 vóru OL-summarleikirnir í býnum. Barcelona hevur 1,6 milliónir íbúgvar, og í 2016 vitjaðu meira enn 30 milliónir ferðafólk. Mett er, at ferðavinnan er 11,5 prosent av búskapinum í Barcelona, og hon eigur 14 prosent av arbeiðsplássunum í býnum. La Rambla er handilsgøtan, har mesta ferðslan er í Barcelona, og nógv fólk eru eisini til gongu, serliga ferðafólk. Gøtan er meira enn ein kilometur long. Torrevieja. Torrevieja er ein ferðamannabýur í Eysturspania. Norðmenn kalla gjarna býin "Norrevieja" orsakað av stóru mongdini av norðmonnum í býnum. Framstigsflokkurin hevur sítt egna lið í býnum og fyrrverandi leiðarin í flokkinum Carl I. Hagen hevur eitt summarhús í býnum. Tað finnast eisini norskir skúlar og kirkjur í býnum. Østrogen. thumb Østrogen eru ein bólkur av steroidhormonum, ið virkað sum kvinnulig kynshormonir. Tað eru trý týdningarmikil menniskjalig østrogenir: Østradiol, østron og østriol. Østradiol er tað máttmiklasta og tað sum mest verður úrskilt av. Østrogen eru týðandi fyri menningina av sekunderu kynssermerkunum so sum bróstum, og eru við til at stýra mánasjúkusyklus. Tað finnast fleiri kunstiga framleidd østrogen, t.d. ethinylestradiol, og verða hesi m.a. nýtt sum gitnaðarforðing saman við einum progestogenið í sonevndu "P-pillarunum". Brobergen. Brobergen (plattýskt "Brobargen") er ein bygd við ánna Oste í Landkreis Stade í Niedersachsen, Týskland. Bygdin er 6,06 km² til víddar og hevur 226 íbúgvar (31. desember 2003). Brobergen var til 1972 ein kommuna og hoyrir nú til kommuna Kranenburg. Bygdin er fyrst nevnd í heimildum í 1286 ("Brocberge"). John Locke. John Locke (29. august 1632 - 28. oktober 1704) var bretskur heimspekingur og lækni. Høvuðsverk hansara, "An Essay Concerning Human Understanding" frá 1690, verður roknað sum inngangurin til upplýsingartíðina. Fólkaræðið. John Locke tosaði um ein hátt fyri fólkaræði, sum kann kallast verndarliberalisma. Staturin er ein ramma, sum skal tryggja borgarunum frælsi at velja í samfelagnum. Hugsanarhátturin er her, at menniskjað gott kann menna seg sjálvt. Í mótsetning til sjónarhornið hjá John Stuart Mill, so er endamálið við fólkaræðinum at tryggja, at borgarin hevur rúm til at menna seg í, uttan at tað skal vera nøkur uppíblanding í menningini. Verndarliberalisma er mett at hava við sær "negativt frælsi". Upplýsingartíðin. Upplýsingartíðin er heiti á mentanarligum ráki í Evropa, sum fylgdi eftir renesansuna. Upplýsingartíðin verður roknað at byrja við John Locke (1632 - 1704) og enda við Immanuel Kant (1724 - 1804). Meginhugsanin í upplýsingartíðini er bjartskygd fatan av mannavitinum og vón um eina bjarta framtíð fyri mannaættina. Longu í renesansuni var heimspekin byrjað at gera seg leysa av gudfrøðiliga grundarlagnum, og henda gongd verður fullførd við upplýsingartíðini. Tað eru serliga Ongland, Skotland, Týskland og Frakland, sum eru háborgin í upplýsingartíðini. Immanuel Kant. Immanuel Kant (1724 - 1804) var týskur heimspekingur. Høvuðsverk hansara, "Kritik der reinen Vernunft" frá 1781 verður roknað sum endin á upplýsingartíðini. Renesansan. Renesansan, eisini nevnd Endurreisnin, er heiti á mentanarligum ráki í Evropa í tíðarskeiðnum umleið 1400 til umleið 1600. Orðið renesansa kemur umvegis franskt av latínsku orðunum "re", sum merkir aftur og "nascere", sum merkir at føðast; renesansa merkir sostatt at endurføðast. Í hesum liggur, at renesansan tekur ta klassisku mentanina, forngrikska og fornromverska mentan, fram aftur. Renesansan endurtekur ikki bara tað klassiska, men nýtir tað og arbeiðir víðari við tí. Í hesum tíðarskeiði verður evropeiski sjónarringurin víðkaður. Krossferðirnar hava verið eini 200 ár frammanundan, og við teimum øktist kunnleikin til jødiska og arabiska mentan. Tað gav íblástur til at leita eftir fornum handritum, og fleiri handrit eftir klassisku høvundarnar komu undan kavi - summi í klosturbókasøvnum og onnur umvegis jødisku ella arabisku mentanirnar. Í 1492 varð Amerika funnið og ein nýggjur heimur letur seg upp. At Johan Gutenberg uppfann prentlistina umleið 1450 gav samstundis heilt nýggjar møguleikar at spjaða vitan og kunnleika. Tað er ilt at siga, nær renesansan sum tíðarskeið endar, men í hvussu er umleið 1700 hevur eitt annað rák, upplýsingartíðin, tikið yvir. Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltssamband Føroya ella FSF er ovasta leiðslan innan fótbólt í Føroyum. FSF varð stovnað 13. januar 1979. Áðrenn tað, árini 1942 til 1978 var tað ÍSF ið hevði ábyrgdina av fótbóltinum í Føroyum. FSF er við til at menna føroyskan fótbólt, m.a. við at skipa fyri skeiðum fyri venjarar og dómarar. FSF hevur eisini ábyrgdina fyri føroysku landsliðunum bæði hjá monnum, kvinnum og unglingum. Meistaradeildin hjá monnum byrjaði í 1942. Skipaður kvinnufótbóltur í Føroyum byrjaði í 1985. 2. juli 1988 gjørdist Føroyar limur í FIFA og 18. apríl 1990 gjørdist Føroyar limur í UEFA. Síðan tá hevur Føroyar luttikið í altjóða fótbóltskappingum. Sumo-glíming. Sumo-glíming er japansk ítróttargrein og var í fyrstantíð partur í aldagomlum hátíðarhaldi við dansi og leiki, sum varð hildið á keisaraborgini, so at jørðin skuldi geva góða grøði. Í sumo-glíming roynir annar glímarin at syfta ella trýsta mótstøðumannin út av pallinum ella at fáa aðrar partar av honum enn bara iljarnar ar nerta við gólvið. Skal glímari standa seg væl, má hann verða bæði tungur og sterkur, so sumoglímarar eta nógvan og góðan mat. Ingolf Jacobsen. Ingolf Jacobsen (føddur 1916, deyður 15. juni 1946) var føroyskur listamaður. Hann var yngstur av børnunum hjá Nicolinu Dam og Magnus Jacobsen (sum vanliga varð nevndur Magnus á Kamarinum, byggimeistari í Tórshavn). Lívsleið. Faðirin andaðist, tá ið Ingolf var bara 5 ára gamal. Hetta hevur merkt heimið og umstøður teirra, men hóast hetta, so fer Ingolf í realskúla at ganga. Rikard Long var lærari hansara og segði hann, at Ingolf skaraði framúr. Hann var úrmælingur, tá ið tað umráddi tekning. Longu 16 ára gamal teknaði hann til smárit og m.a. til jólabøkur Varðans. Evnini vóru eyðsýnd, men umstøðurnar vóru ikki tær bestu. Hetta tykist ikki at hava nervað Ingolf. Blaðungur fer hann av landinum til Keypmannahavnar at nema sær lærdóm innan tekning og list. Í brøvum hansara til bróðurin, Jens, fáa vit innlit í, hvussu strævið tað mangan var hjá honum í fyrstuni. Ingolf stríðist í Keypmannahavn. Hann klárar seg við fyrifallandi arbeiði og við at selja tekningar og myndir til bløðini tey fyrstu árini. Í 1940 søkir hann inn á Kunstakademiet og kemur hann inn. Lærari hansara varð kendi professarin Aksel Jørgensen. Tað fer at ganga framá hjá Ingolfi. Hann er sera virkin. Hann leitar sær inn í sjónleik og virkar eitt skifti sum teaturmálari á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn. Framgongd tykist vera á øllum økjum hjá honum. Hann skrivar og prýðir greinar, ið verða prentaðar í donskum og norskum bløðum, og eisini verður hoyrispæl hansara "Under Fjeldet" framført í danska útvarpinum. Millum sjónleikararnar eru Holger Reenberg og Mogens Wieth. Ingolf flytir í 1943 til Århus. Hetta var sera brádliga og sambært listarmanninum Janusi Kamban, ið var nógv saman við Ingolf í Keypmannahavn, so var Ingolf virkin í mótstøðurørsluni, og hann kendi seg ótryggan í Keypmannahavn. Stutt eftir at hann er komin til Århus, giftist hann Klara-Marie. Tey fingu tvey børn, Stein og Ingun. Ingolf gerst høvuðsteknari á Aalborg Stiftstidende. Men hann fæst eisini við nógv annað: endurstovnaði føroyingafelag í Jútlandi og er formaður har, forlagsarbeiði, fyrireiking til endurstovnan av blaðnum "Ungu Føroyum", prentarbeiði, útvarpsleikir og mangt annað. At stovnseta føroyskt útvarp er eisini eitt hugskot, og hevur hann ítøkiligar ætlanir um hetta. Hann er eisini virkin á satirublaðnum Cimbrer-Hylet í Aalborg. Meðan hersetingin er, er hetta blað undir strongum sensuri, men eftir mai 1945 eru tekningar Ingolfs sera speiandi mótvegis týska hersetingarvaldinum, ið enn Avskorin frá heimlandinum vegna seinna heimsbardaga, hevur hann ikki vitjað heim síðani hann fór av landinum. Hann er á tremur við hugskotum, at fara til Føroyar við. Men Ingolf gerst sjúkur av krabba í kjálkarholuni. "Last og skam í hetta høvdið, sum tað fór at seinka mær í øllum. Mesta av apríli mann eisini fara, áðrenn eg sleppi hiðani ífrá. Nú skulu teir enn einaferð skera upp í kjálkan og leggja radiumpatrónirnar har niðan. Hetta er eisini ein beistatíð, eg havi so nógv at gera - bæði her og við føroysk evni... Jú, henda kjálkaholan gjørdi stórt brek í øllum hjá okkum. Gud viti eisini, hvussu verður við Føroya-ferðini, sjálvur eri eg so ógvuliga veikur aftan á alt hetta hetta røntgen. Mergurin verður kroystur úr einum, og eg gerist móður í sveittabroti bert eg gangi í 10 minuttir. Men vónandi verður tað gjørligt onkursvegna at sleppa heim í ár... kanska til heystar ella alrahelst í hoyna, tað hevði dámt mær væl at sloppið at hoyggja eina løtu.. Men nú fari eg at enda, nú leingjast vit skjótt eftir at tosa, ikki at skriva, tað er tó ikki tað sama!" "Eingin var í iva um, at Ingolf átti óvanligar gávur, heldur ikki hann sjálvur, og hann hevði hug at fáa meira burtur úr teimum. Men haðani, og so til at leita út í eina óvissa framtíð í einum ótryggum starvi í fremmandum landi, tað er eitt stórt stig, sum krevur einastandandi sjálvsálit og ágrýtni. Ingolf bilaði hvørki, og aðrir møguleikar vóru ikki, so 19 ára gamal tekur hann stigið og fer til Keypmannahavnar við lítlum øðrum í viðføri enn einari mappu við tekningum. Hann hevði skrivað til Kunstakademiet, áðrenn hann fór avstað, og niðurkomin gongur hann eitt skifti á fyrireikingarskeiði til listaháskúlan. Men áhugin tykist í fyrsta umfari at vera blaðtekningin, sum um hetta mundið stóð í besta blóma í norðurlondum" "... Ingolf doyði sama summarið, 15. juni 1946. Av tí tilfari, sum lá eftir hann, gjørdi Listafelag Føroya í 1952 eina minnisframsýning... At meta út frá hesum um tey úrslit, ið kundu komið burturúr hansara gávum er hættisligt, ivaleyst eisini óneyðugt. Vónin hjá tí, ið hevur savnað tilfarið, hevur verið at geva sína egnu mynd av einum gávuríkum landsmanni, sum fór so merkiliga opin, hugagóður og óspiltur gjøgnum sítt stutta lív" "Tann fyrsta føroyska listaframsýningin í Keypmannahavn varð fyrireikað í skemmuni hjá Janusi Kamban í Nørrebrogade. Framsýnararnir vóru Janus Kamban, Gudmund Hentze, Elinborg Lutzen, Ruth Smith, Mikines og Ingolf Jacobsen. Hesin seinast nevndi, av Kamarinum í Havn (1916-46), ið var upptikin á listaakademiið, hevði arbeitt sum blaðteknari. men ungur fekk hann tuberklar (sic), og áðrenn hann rættiliga náddi at koma í gongd, andaðist hann, bert 29 ára gamal" - Tað er ikki rætt, sum stendur í bókini Myndlist. Ingold doyði av krabbasjúku í kjálkarholini. Hetta var sjúka, ið hann hevði plágast av leingi. - William Heinesen, var nógv úti í Konradsbrekkuni (í dag Gríms Kanbansgøta), saman við Jørgen-Frantz Jacobsen, ið var granni hjá byggimeistaranum Magnusi og gávaðu børnum hansara. William skrivaði í brævi til bróðursystur Ingolfs um síni minni um hesar báðar úrmælingar, faðirin Magnus og sonin Ingolf, og at teir báðir vóru fyrimyndir til Marselius í stuttsøguni Det fortryllede lys. H.C.W. Tórgarð. Hans Christoffer Wenningsted Tórgarð (føddur 14. august 1885 í Tórshavn, deyður 18. mars 1957), ella H.C.W. Tórgarð, var arkitektur og politikari (SB). Teknaði Sjónleikarhúsið. Hann teknaði kirkjurnar í Árnafirði, Hvannasund, Skála, Elduvík, Tjørnuvík og Skúvoy. Hann var eisini aktivur at byggja kirkjuna í Sandavági. Familja. Foreldur hansara vóru Anna Paulina (fødd Poulsen) og Jens Wenningsted Jacobsen, bæði úr Havn. Hann giftist Valborg Eide úr Nólsoy. Tey eru foreldur Axel Tórgarð, sum var prestur og týðari. Trý av abbabørnunum hjá Hansemann eru sjónleikarar eins og abbin, tey eru Súsanna Tórgarð, Ria Tórgarð og Hans Tórgarð. Norrønt Atlantssamstarv. Norðurlendskt Atlantssamstarv ella NORA er nevnd undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum arbeiðir við økissamstarvi í Norðuratlantshavinum. Nevndin er partur av marknaøkispolitiska samstarvinum hjá Ráðharraráðnum. Norðurlendska støðið og verkætlanarskipaða arbeiðið gevur NORA góðar møguleikar at seta í verk altjóða samstarv í økinum, samstarv sum byggir á norðurlendsk virði og mál. NORA verður fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum og við partvísari fígging úr teimum fýra NORA londunum, Føroyum, Grønland, Íslandi og Noregi. Nevndin í NORA er mannað við trimum umboðum fyri hvørt landið. Við strategi, sum fevnir yvir fleiri ár, ásetir nevndin yvirskipaða arbeiðssetningin hjá NORA. Høvuðsskrivstovan hjá NORA er í Havn. Í Grønlandi, Íslandi og Norður- og Vesturnoregi eru kontaktpersónar, sum arbeiða fyri NORA. NORA virkar fyri at styrkja samstarvið í økinum, so at Norðuratlantshavið verður eitt sterkt økið í Norðurlondum, eyðkent av góðari, burðardyggari og fíggjarligari menning. Hetta verður millum annað gjørt við at styrkja samstarvið millum vinnufyritøkur og granskingar- og menningarstovnar í teimum fýra NORA londunum. Heðin Mortensen. Heðin Mortensen (føddur 7. apríl 1946 í Trongisvági) er føroyskur politikar, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin og býráðslimur í Tórshavnar býráð. Hann var býráðsformaður í Tórshavnar kommunu frá 2005 til 2016. Býráðslimur síðan 1973. Heðin Mortensen hevur verið býráðslimur í Tórshavnar Býráði síðan 1973, varaborgarstjóri 2001-2005 og borgarstjóri frá 2005-2016. Á býráðsvalinum í novembur 2012 slóð hann øll met við persónligum atkvøðum, tá hann fekk 2637 persónligar atkvøður. Listi C, Javnaðarflokkurin, fekk 7 býráðslimir valdar og kundi har við stýra einsamallur um tey løgdu í, borgarstjórin valdi tó at fara í eitt breitt samstarv við allar flokkarnar. Tó fór Tjóðveldi úr samgonguni nakað seinni. Tað vóru fýra flokkar/listar, ið fingu umboðan í Tórshavnar Býráði, sum tók við 1. januar 2013. Løgtingsmaður. Heðin Mortensen varð valdur inn á Føroya Løgting fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoyar valdømi í 1998 og umboðaði flokkin á tingi til 2004. Harumframt hevur Heðin Mortensen verið varamaður fleiri ferðir í styttri tíðarskeið síðan 1989. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann valdur á Føroya løgting fyri Javnaðarflokkin. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin. Heðin Mortensen var limur í Sambandsflokkinum 1988-2004. Síðan 2005 hevur hann verið limur í Javnaðarflokkinum. Anna-Maria Ravnopolska-Dean. Anna-Maria Ravnopolska-Dean (bulgarskt: Анна-Мария Равнополска-Дийн) (fødd 3. august 1960) er ein bulgarskur tónleikari og tónaskald. Heimstaðið (Eg minnist mítt heim mín bý). Heimstaðið er ein sangur hjá føroyska tónleikabólkinum Frændur. Tekstur. Eg minnist mín heim, mín bý - og mína ungdómstíð, tá fullmánin flenti at tær, og elskhug' í luftini var, í kvøld vit skulu ganga gamlar gøtur. Nú vágin er spegilsklár, í lotinum flákrar títt hár, gras og steinar nema tínar føtur, her gingu vit hond í hond, mong kvøldini fram við strond, her vit bæði festu sterkar røtur. Á mínum cowboyjakka eitt friðarmerki stóð, og vit sungu saman tá "All you need is love" lívið tað var okkara - vit áttu hesa tíð, vit høvdu egnar taknar, og vit vildu vera frí Vit eiga eitt heim, ein bý, - men nú er ein onnur tíð, eg sakni fjørusand og grønar fløtur tá dagsins stíð er av, at býurin ikki svav, men fólk tey funnu út til hugnaløtur. Tað vakra hugtekur øll - víkirnar, eiði og fjøll hetta var fedranna vón, í dag er ein onnur sjón; hvat bjóðar okkum nú tann nýggja tíðin? Eg slitið havi jakkan, har mítt friðarmerki stóð, men inni í mær sjálvum dansa enn tey somu ljóð, tað er nú, vit skulu liva, tað er nú, vit eiga tíð og kærleika til heimlandið, til fólk og hendan bý. Eg altíð vil kenna tað væl, eg elski jú haga og dal og alt, sum í náttúru tíni dregur, vøkur ert tú á nátt, dagurin lýsir brátt, í ørmum mínum liggur tú og svevur. Ja, vi elsker dette landet. Ja, vi elsker dette landet er tjóðsangur hjá Noregi. Í Noregi hava verið fleiri enn ein tjóðsangur síðan 1814, tá ið Noreg fekk sjálvstýri í kongssambandi við Svøríki, minst tríggir: “For Norge, kjæmpers fødeland” eftir Johan Nordahl Brun (1745-1816), “Sønner af Norge, det ældgamle rige” frá 1820 eftir Henrik Anker Bjerregaard, og at enda “Ja, vi elsker dette landet” frá 1859 eftir Bjørnstjerne Bjørnson (8. desember 1832 – 26. apríl 1910) við lagi eftir Richard Nordraak (1842–1866). The Star-Spangled Banner. The Star-Spangled Banner er tjóðarsangur hjá USA. Sangurin varð viðurkendur sum tjóðsangur í 1931. Teksten blev skrevet i 1814 af den 35-årige Francis Scott Key efter at han havde overværet bombardementet af Baltimores Fort McHenry under 1812-krigen. Key havde entret et britisk krigsskib for at forhandle frigivelsen af en ven som var blevet anklaget for at huse britiske desertører. Den britiske kommandant var villig til at frigive begge, men af sikkerhedsgrunde først dagen efter, da den britiske flåde angreb fortet i løbet af natten. Den næste dag skrev Key et digt, The Defense of Fort McHenry. Musikken til teksten var en dengang populær melodi, To Anacreon in Heaven, som blev skrevet omkring 1800 af John Stafford Smith. Denne har også været nationalmelodi for Luxembourg. Melodien blev USA's nationalmelodi den 3. marts 1931. Når den synges offentligt (før større sportsbegivenheder) bliver versene efter det første ofte udeladt. America the Beautiful, My Country, Tis of Thee og God Bless America bliver ofte opfattet som uofficielle amerikanske nationalmelodier. Tekstur. O! say can you see by the dawn's early light What so proudly we hailed at the twilight's last gleaming? Whose broad stripes and bright stars through the perilous fight, O'er the ramparts we watched were so gallantly streaming? And the rockets' red glare, the bombs bursting in air, Gave proof through the night that our flag was still there. Oh, say does that star-spangled banner yet wave O'er the land of the free and the home of the brave? On the shore, dimly seen through the mists of the deep, Where the foe's haughty host in dread silence reposes, What is that which the breeze, o'er the towering steep, As it fitfully blows, half conceals, half discloses? Now it catches the gleam of the morning's first beam, 'Tis the star-spangled banner! Oh long may it wave O'er the land of the free and the home of the brave! And where is that band who so vauntingly swore That the havoc of war and the battle's confusion, A home and a country should leave us no more! Their blood has washed out their foul footsteps' pollution. No refuge could save the hireling and slave And the star-spangled banner in triumph doth wave O'er the land of the free and the home of the brave! O! thus be it ever, when freemen shall stand Between their loved home and the war's desolation! Blest with victory and peace, may the heav'n rescued land Praise the Power that hath made and preserved us a nation. Then conquer we must, when our cause it is just, And this be our motto: 'In God is our trust.' And the star-spangled banner in triumph shall wave O'er the land of the free and the home of the brave! Inno e Marcia Pontificale. Inno e Marcia Pontificale er tjóðarsangur hjá Vatikanríkið. Tekstur. Sedes es Petri, qui Romae effudit sanguinem, Petri cui claves datae sunt regni caelorum. Pontifex, Tu magister es tuos confirmans fratres; Pontifex, Tu qui Servus servorum Dei, Pontifex, Tu Christi es Vicarius super terram, rupes inter fluctus, Tu es pharus in tenebris; Tu pacis es vindex, Tu es unitatis custos, vigil libertatis defensor; in Te potestas. Tu Pontifex, firma es petra, et super petram Pontifex, Tu Christi es Vicarius super terram, rupes inter fluctus, Tu es pharus in tenebris; Tu pacis es vindex, Tu es unitatis custos, vigil libertatis defensor; in Te potestas. O felix Roma – O Roma nobilis. .va. .va er økisnavn hjá Vatikanríkið. Der er et yndigt land. Der er er et yndigt land nevnist annar danski tjóðsangurin. Ein annar danskur tjóðsangur, Kong Christan stod ved højen mast, verður nýttur við kongalig høvi. Den anden nationalsang, "Kong Christian stod ved højen Mast", bruges ved officielle lejligheder, såsom kongebesøg, flådebesøg, militære sportsstævner og højtideligheder i al almindelighed, hvor medlemmer af det danske kongehus eller den danske eller fremmede regeringer er til stede i embeds medfør mv., enten alene eller efterfulgt af "Der er et yndigt Land". Ved andre lejligheder, såsom ikke-militære sportsbegivenheder, kan arrangøren frit vælge mellem de to nationalsange. Teksten er skrevet i 1819 af Adam Gottlob Oehlenschläger med mottoet: "Ille terrarum mihi praeter omnes Angulus ridet" (Horats, "Dette hjørne af jorden smiler for mig mere end noget andet"). Han skrev øjensynligt teksten til en konkurrence om en fædrelandssang udskrevet af Selskabet til de skjønne Videnskabers Forfremmelse. Oehlenschläger vandt ikke; det gjorde derimod Juliane Marie Jessens "Dannemark, Dannemark, hellige Lyd", efter signende fordi teksten var skrevet i en håndskrift der lignede Oehlenschlägers.< Tekstur. Det bugter sig i bakke, dal, Så drog de frem til fjenders mén, Norrønt. Navnið norrønt verður vanliga brúkt um málið í Noregi, Føroyum og Íslandi frá 10. øld og fram at umleið 1350. Tá var málið í hesum londum næstan tað sama, tí føroyingar og íslendingar vóru upprunaliga norskir útfarar – flestir av Vesturlandinum. Nútíðar íslendskt og føroyskt hava tí eisini eyðsýndan líkskap við málførini í Vesturnoregi, sum kanska partvíst kemur av teirra felags upphavi, men onnur vilja vera við, at tað eisini kann stava frá sambandi við Noreg seinni í tíðini. Á norrønum máli eru til stórar bókmentir, sum fyrst og fremst eru verk eftir íslendingar – tær íslendsku miðaldarbókmentirnar á móðurmálinum eru munandi størri og týdningarmeiri enn á øllum øðrum norðurlendskum málum til samans. Tey flestu bókmentaligu verkini eru varðveitt í handritum, sum fyri tað mesta røkka aftur til 13. øld. Danskt og svenskt mál vóru longu hesa tíðina nakað ólík norrønum, t.e. at málføraskilnaðurin millum norðurlendsku málini var longu á veg – serliga sást, at danskt tók at skilja seg burturúr. Uralsk mál. Heitið uralsk mál hevur verið nýtt síðan fyrst í 19. øld og stavar frá, at meirilutin av nevndu málum verður talaður nærindis Uralfjøllunum – á marknaleiðini millum Asia og Evropa. Keldan til málættina verður hildin at vera antin nærindis Volgabuginum ella í núverandi Hvítarusslandi. Tann uralska málættin verður vanliga býtt í tvær høvuðsgreinar. Eystara greinin er samojedisk mál, sum verða talað í Siberia, og vestara greinin er tann finsk-ugriska. Henda seinna greinin er á annan bógvin tey eystursjóvarfinsku málini og á hin tann ugriska greinin við teimum báðum ob-ugrisku málunum mansi og chanti og tí nærskylda ungarska málinum. Ungarar búgva nú langt frá sínum málfrændum, tí at forfedrar teirra eru komnir til Miðevropa saman við turkiskum ættbólkum um fyrsta túsundáraskiftið e.Kr. Aðrar finsk-ugriskar greinar eru sámiskt, volgafinskt, mordvinskt og mari og tey permisku málini komi og udmurtiskt. Eystursjóvarfinsku málini eru, umframt tað finska: kareliskt, vepsiskt, votiskt, estiskt og livonskt. Hesi málini minna nógv um hvørt annað bæði í bygnaði og orðfeingi, sjálvt um málini ikki eru sínámillum fatilig sum tey meginnorðurlendsku málini. Líkskapurin stavar í høvuðsheitum frá langari samsøgu. Tey uralsku málini fram við Eystursjónum hava verið eitt mál, tað sonevnda frumfinska, sum í smáum hevur greinað seg sundur. Ein gomul grein av frumfinskum er frumsámiskt, men eystursjóvarmálini eru ein yngri grein av frumfinskum, nevnd fornfinskt.Tey serkendu drøgini í finska málbygnaðinum hava ment seg í eystursjóvarfinsku eindartíðini. Barnablaðið. Barnablaðið er eitt føroyskt tíðarrit fyri børn. Nógvar kendar søgur hava verið í blaðnum, m.a. teknirøðirnar Baldrian og Dunnaldur Dunna. Søga. Fyrsta Barnablaðið kom út til jóla í 1928. Síðan kom tað regluliga út í trý ár, men so góvu blaðstjórarnir skarvin yvir, og í desember 1931 kom seinasta blaðið í hesum umfari. Tað vóru lærarar úr Suðuroy, ið stóðu fyri blaðnum, og Føroya Lærarafelag gav út. Í blaðstjórnini vóru fyrst Samuel Jacob Sesanus Olsen og Sámal Johansen, men í september í 1930 kom Martin Joensen fyri Sámal Johansen. Barnablaðið skiftir navn í 1980 hetta árið. Nú eitur tað: Barna- og ungdómsblaðið. Blaðið skiftir síðan navn í 1983 til Barnablaðið. Eftir summarfrítíðina í 1998 skiftir blaðið navn til Strok & Snirr. So er aftur umskifti á skránni. Hóast hugskotið við Strok & Snirr blaðnum at venda fekk góða undirtøku millum lesararnar, og blaðið neyvan hevur havt størri haldaraskara enn hesi árini, ásannaði blaðstjórnin, at meira fekst burtur úr við bara einum blaði. Nú eitur blaðið Strok, tað er 44 blaðsíður og kemur út 8 ferðir um árið. Singapor. Lýðveldið Singapor (Maleisiskt; "Republik Singapura", Kinverskt; "新加坡共和国", Tamilskt; "சிங்கப்பூர் குடியரசு", Enskt; "Republic of Singapore") er ein lítil oyggj, sum liggur mitt í Suðurkinahavi, nær við Maleisia. Á hesi oyggj búgva um 4,9 mió. fólk (2011). Singapor hevur bara mark við Maleisia. Singapor var fyrstan tíð keypsstaður á siglingarleiðini ímillum India og Kina. Bretin Stamford Raffles, ið starvaðist í bretska eysturindiafelagnum grundaði býin í 1819. Singapor hevur havt miklan búskaparvøkstur, tað er ríkt og er ein av stóru fíggjarmiðdeplunum í heiminum. Landið er í 2015 fjórðríkasta land í heiminum roknað pr. íbúgva og er lopið úr triðja heiminum og inn í fyrsta eftir einum ættarliði. Søga. Í gomlum døgum fór øll skipaferðsla úr Indiahavi í Kinahav ígjøgnum tronga Malakkafjørð ímillum Sumatra og Malakkanes. Hann, sum ráddi í firðinum, hevði eftirlit við øllum handli ímillum hesi høv. Í 15. øld hevði sultánurin í býnum Malakka valdið í firðinum; býurin var tá ein av størstu og vakrastu býum í heiminum. Í 1511 tóku portugisar býin, og í 1641 tóku niðurlendingar hann. Men meðan niðurlendingar ráddu har, misti býurin týdning sín, tí at niðurlendingarnir heldur vildu hava eftirlit við skipaferðsluni har um vegir úr høvuðsstøð síni á Java. Í 1819 tók so enski hjálandaumboðsmaðurin Stamford Raffles Singapor, ið tá var lítil býur á eini oyggj við suðurstrondina á Maleisia. Og undir enskum yvirræði fekk Singapor sama týdning, sum Malakka hevði havt nakrar øldir frammanundan, og gjørdist miðdepil fyri handlinum ígjøgnum Malakkafjørð. Í 1965 varð landið tveitt út úr móðirlandinum Maleisia, tí teir mongu kinesararnir í Singapor vóru ein politisk hóttan upprunafólkinum í Maleisia. Búskapur. Landið er eitt av ríkastu londum í heiminum. Triðja hvønn minutt siglir eitt skip inn í havnina ella út úr havnini í Singapor, sum er skundmesta havn í heiminum. Tangabátar koma av Persaflógva fullfermdir við ráolju, sum verður gjørd til bensin og aðrar oljuúrdráttir, ið síðan verða fluttir til aðrar havnabýir í øllum Landsynningsásia. Meginparturin av stóra útflutninginum hjá Maleisia verður avskipaður í Singapor. Um 25 % inntøkum landsins koma frá bankum og gjaldoyra- og virðisbrævamarknaðinum í Singaporbýi. Lee Kuan Yew (1923-2015) var forsætisráðharri í Singapor í 31 ár (1959-1990), verður roknaður sum landsfaðir og framdi eina sanna búskaparkollvelting. Árini frá 1960 til 1980 fimtanfaldaðist bruttotjóðarúrtøkan, og býarstaturin gjørdist eitt framkomið vælferðarsamfelag. Hóast hann fór úr embætinum í 1990 hevði Yew alla tíðina ávirkan á politisku kósina í Singapor, har sonur hansara, Lee Hsein Loong, nú er forsætisráðharri. Fólkið. Tríggir fjórðingar av fólkinum í Singapor eru kinverjar; hini eru maleiar ella ættað frá fólkið úr India. Flestu fólk hava góð lívskor, tí at Singapor er ríkt land. Men myndugleikarnir halda gjølla eyga við øllum viðurskiftum; teir stýra fjølmiðlunum, eiga sjónvarps- og útvarpsstøðir og hava avmarkað rættindini hjá fólki at eiga bil, fyri at sleppa undan ferðsluruðuleika. Fólk verða revsað, tveita tey rusk á gøtuna, eta í niðanjarðartokbreytini ella tyggja tyggigummi á almennum støðum. Miðallívsævin í landinum er 81 ár. 7,5 % av fólkinum eru ikki lesifør. Um 77 % eru kinverjar, 14,2 malaiar, 7,1 % eru indarar og 1,2 % onnur fólkasløg. Nógvir ymiskir trúarbólkar eru, og hinduistar, buddistar, taoistar, muhamedanarar og kristin liva lið um lið. Heimsins sunnasta land er Singapor; tað vísir ein uppgerð frá WHO og ST í 2015. Kanningin er gjørd við at hyggja eftir heilsustøðuni í ymsu londunum. Fyrst og fremst er hugt eftir miðallívsævi og deyðsorsøkum. Harafturat er kannað, hvat tað er, sum ávirkar heilsustøðuna, til dømis talið av roykjarum, talið av fólki við høgum kolesteroltali og talið av koppsetingum. Út frá hesum eru útroknaði stig til hvørt landið, har 100 er tað hægsta, sum til ber at fáa.cSingapor fekk 89,45 prosent og beint í hølunum er Italia og Avstralia. Landafrøði. Beint suður úr Malakkanesi eystast í Malakkafirði er lítla oyggjaríkið Singapor, sum er ímillum fjølbygdastu lond í heiminum. Til samans er Singapor 641 ferkilometrar til støddar. Høvuðsoyggin er 583 ferkilometrar; um leið 42 km long og 23 km breið, og er sum Streymoyggin og Vágarnar til samans. Miðallívsævi. Miðallívsævi er heiti fyri, hvussu leingi fólkið livir í miðal í einum landi. Miðallívsævi er miðalaldurin á teimum, sum doyggja. Væntað miðal lívsævi er talið á árum, sum fólk í ávísum aldri í miðal væntast at hava eftir at liva. Hon er ymisk fyri ymiskar aldursbólkar. T.d. kunnu nýføðingar í Føroyum í 2014 vænta at liva í 80,11 ár. Í 1950 var miðallívsævin í øllum heiminum 40 ár. Betri heilsuviðurskifti og betri og meiri matur hava gjørt, at miðallívsævin nú á døgum er 65 ár. Men hetta tal sigur einki um ovurstóra munin á ríkum og fátækum londum og munin ímillum stættirnar í einum landi. Rík fólk hava vanliga betri heilsu enn fátæk fólk, og tí er fólkið frískari og livir longur í ríkum londum enn í fátækum londum. FC Kuban Krasnodar. Fótbóltsfelagið Kuban Krasnodar ella FC Kuban Krasnodar er eitt fótbóltsfelag úr Krasnodar í Russlandi. Felagið varð stovnað í 1928 og spælir í fremstu russisku fótbóltsdeildini (2013). Filip 2.. Sonur Karl 5. keisara, Filip 2. (21. mai 1527 – 13. september 1598), var føddur í Valladolid í Spania ár 1527. Tá ið Karl skifti ríkið sundur ímillum Filip og farbróðir hansara Ferdinand, fekk Filip valdið yvir Spania, sponsku Niðurlondunum og sponsku hjálondunum í Amerika. Filip var nærlagdur og gudrøkin maður, men hann var eisini trongskygdur og skilti ikki skemt. Nógv av tí, hann setti sær fyri, miseydnaðist, serliga royndirnar at forða fyri, at Niðurlond fingu frælsið, og so royndin at taka Ongland við stóru armaduni. Hann doyði í Madrid í 1598. Arktis. Norðasta stjørnumyndin undir norðurhválvi, Arktos (úr grikskum) ella Stórabjørn (frá latín), er upprunin at navninum á Arktis, sum á okkara máli eitur Norðurkollur og er havið - Íshavið - kring Norðurpólin. Íshavið er suður at norðastu pørtunum í Evropa, Asia, Norðuramerika og Grønlandi. Meginparturin av Norðuríshavinum er fryst, hóast heitir havstreymar ganga norður higar úr Atlantshavi og Kyrrahavi og gera, at luftin hitnar, og ísurin tiðnar við strendurnar við Íshavið. Lítið fólk býr á Norðurkolli, hóast har er nógv tilfeingi og stórt dýrameingi. Søga. Í 16. øld fóru evropeiskir sjófarar at gera rannsóknarferðir til Norðurkoll til tess at finna eina aðra siglingarleið til Asia. Bretar fóru at kortleggja útnyrðingsleiðina ímillum Kanada og pólísin, og niðurlendskir sjófarar granskaðu landnyrðingsleiðina ímillum Siberia og pólísin. Men ikki fyrr enn í 1906 vórðu báðar leiðirnar sigldar. Trý ár seinni kunngjørdi amerikanski pólfarin Robert Peary (6. mai 1856 – 20. februar 1920), at hann hevði verið á Norðurpólinum. Summi ivast í, um Peary nakrantíð var á Norðurpólinum, tí ferðin vardi so stutt. Leingi hildu summir pólfarar, at pólísurin lá oman á einum stórum meginlandi. Í 1958 prógvaði amerikanski kjarnorkurikni kavbáturin "Nautilus", at tað ikki var so, tá ið hann sigldi undir ísinum úr Alaska til Svalbarð. Seinni hava havrannsóknir kortlagt havbotnin. Dýr og vøkstur. Satt dýrameingi er í Íshavinum. Kópur, roysningur og mong hvalasløg tola væl glerkalda sjógvin, tí undir húðini og undir hvøljuni er tjúkt spik, sum lívir væl fyri kulda. Uppi á landi eru reinsdýr, moskusneyt, hara, pólrevur og úlvur; alsamt á ferð eftir mati. Um veturin leita hesi dýr suður eftir undan ringasta vetrarkuldanum. Stutta summarið blóma nógvar harðførar plantur og veita øllum skordýrameinginum á frostmýrunum føðslu. Her eigur eisini nógvur fuglur um summarið, til dømis helsigás, terna, entur og ymisk másasløg. Fólkið og samfelagið. Lítið fólk býr í køldu, harðføru londunum við Íshavið. Sámar í Sámalandi, jakutar og nenetsar í Siberia og inuittar í Kanada, Alaska og Grønlandi livdu fyrr av at veiða. Nógv reindýr halda til á hesum leiðum og av teimum fekk fólkið til dømis mat, klæði, amboð og lutir til býtishandil. Nøkur fólk liva enn soleiðis, men tey flestu hava nú búsett seg í bygdum og hava fast arbeiði. Um veturin liggur lendið undir í djúpum kava, og um summarið, tá ið kavin tiðnar, gerast stór lendi bleytar mýrar. Fólk eru í kavaskóm ella á skíðum, at tey skulu ikki søkka niður í kavan. Á gleri og hørðum kava ganga fólk í skóm við tjúkkum, grovum botni, ella tey hava píkar undir skónum, at tey ikki glíða. Fyrr varð hundasleta álitið til allan flutning langvegis; men nú nýta tey flestu kavaskutara. Hann er lættur at handafara, ekur skjótt og orkar væl at draga. Ísurin í Íshavi er vanliga 2 metrar tjúkkur. Skal verða siglt har norðuri, má ísbrótari verða nýttur, ella hann má sigla undan øðrum skipum og bróta teimum eina rennu at sigla ígjøgnum. Ísbrótarar hava ógvuliga sterka maskinu og ísstyrktan skrokk. Bógvur og stevni eru sergjørd. Ísbrótarin setur ferð á, siglir framskipið upp á ísin, ið so brotnar undan skipinum. Landalæra. Arktis er eitt ómetaliga stórt øki, ið fevnir um partar av Alaska, Russlandi, Kanada, Finnlandi, Svøríki og Noregi, og harumframt Grønland, Ísland og Føroyar. Arktis verður lýst á ymsan hátt. Landafrøðiliga verður lýsingin ofta avmarkað til økið norðan fyri pólkringin, ella har ið markið gongur suður til øki við permafrost, ella har miðalhitin í juli er í mesta lagi 10 hitastig. Men tá tað snýr seg um politiskt samstarv, fevnir Arktis um øll londini og fólkini á norðurleiðum, m.a. Føroyar. Føroyar eru partur av sendinevndini hjá kongsríkinum í Arktiska Ráðnum saman við Grønlandi og Danmark. Hini limalondini í Arktiska Ráðnum eru USA, Kanada, Russland, Svøríki, Finnland, Ísland og Noreg. Eysturtýskland. DDR er stytting fyri Deutsche Demokratische Republik, vanliga kent sum Eysturtýskland. DDR var eftir seinna heimsbardaga býtt burturav Týsklandi, men eftir at Berlinmúrurin fall, var eystur- og vestur Týskland aftur savnað til eitt ríki. Papua Nýguinea. Papua Nýguinea ella Papua Ný Guinea (enskt; "Independent State of Papua New Guinea", tok pisin; "Papua Niugini") er størsta tjóð í Melanesia. Landið var avstralskt hjáland til 1975 og er eystrari partur í oynni Ný Guinea umframt 600 aðrar oyggjar skamt norður, suður og eystur úr Ný Guinea. Port Morresby er bæði høvuðsstaður og størsti býur. Papua Ný Guinea hevur bara mark við Indonesia. Miðallívsævin í landinum er 66 ár. Landið er limur í Bretska Samveldinum. Har er nógv gull og kopar. Samfelagið. Færri enn 6 milliónir fólk búgva í Papua Ný Guinea; flestu teirra búgva í smáum, fjarskotnum bygdum. Í eygum vesturlendinga eru mong fólk har fátæk. Flestu fólk í Papua Ný Guinea liva av landbúnaði. Papua Nýguinea við 5,8 milliónum fólkum og fleiri enn 700 tungumálum tók lysing frá Avstralia í 1975. Síðan hevur stór framgongd verið í landinum, men gamli siðvandi lívshátturin er enn vanligur. Nýtíðar fjølmiðlar, helst sjónvarp og útvarp, geva teimum ungu í Papua Nýguinea innlit í okkara heim, men ikki tøkni ella pening, sum er treyt fyri, at tey kunnu liva sum fólkið í framkomnu ídnaðarlondunum. Vaksandi ónøgd helvur elvt til stóran samfelagsligan spenning. Fyri stuttari tíð síðan vóru fjarskotnastu økini í Papua Nýguinea fullkomiliga avbyrd frá umheimurin. Nú er nýggja tíðin komin við ferð inn í tilveru teirra. Ættarbólkar. Av tí at so illa er framkomandi um høgu fjøllini og ígjøgnum tættu skógirnar, hevur altíð verið lítið samband ímillum mongu ættarbólkarnar, ið búgva her, til dømis sorimi. Hetta ger, at nú á døgum eru fleiri enn 1000 ættarbólkar í landinum, og fleiri enn 700 mál og bygdamál verða talað. Búskapur. Nógv tilfeingi er í landinum, helst steinsløg til dømis kopar og gull. Koparnámið í Panguna í oynni Bougainville er ímillum tey størstu í heiminum. Á oynni Bougainville, har stór koparnám eru, er meiriluti fyri at loysa frá hinum partinum av landinum. Viður úr stóru regnskógunum er eisini týdningarmikil útflutningur. Tað, sum ræður um her, er at vinna út tilfeingið og ikki skaða viðkvomu náttúruna. Meginparturin av jørðini hoyrir til bygdasamfeløgini, ikki til hvønn einstakan. Landafrøði. Papua Ný Guinea er beint sunnan Miðkring, og tí er veðurlagið heitt og slavið. Høg fjøll eru eystur og vestur alla oynna; fjøllini eru avtakin við tøttum regnskógi langt niðan í líðirnar. Í hesum mest sum ógongdu skógum er satt meingi av dýrum og vøkstrum, og mong dýr og plantur eru ikki nakra aðrastaðni í heiminum. Við strendurnar eru stórar mangrovumýrar. Í landinum er stórur skógur og nógv fjøll, og tað er ótætt bygt. Northern Cape. Northern Cape "(afrikaans: Noord-Kaap)" er størsti landslutur í Suðurafrika. Í suðri hevur Northern Cape mark við Western Cape og Eastern Cape, í norðri við Namibia, í vestri við Atlantshav og eystri við North West og Free State. Kimberley er bæði høvuðsstaður og størsti býur í landslutinum. 53,8% av fólkunum tosa afrikaans. Houston. Houston er størsti býur í amerikanska statinum Texas og fjórðstørsti býur í USA. Býurin liggur í landsynningspartinum av Texas, tætt við strondina við Meksikoflógva. Texas er størri enn Týskland, Ongland, Írland, Holland og Belgia – tilsamans. Sagt verður haryviri, at "Alt er størri í Texas", eisini miðjumátið og tað hevur í fleiri ár givið Houston heitið: Feitasti býur í Amerika. Houston hevur umleið 2,3 mió íbúgvar. 24,7 prosent av fólkinum eru afroamerikanarar. Houston, sum gjøgnum fleiri ættarlið hevur verið kent sum fíggjar- og oljuharranna spælipláss, hevur valt sín fyrsta lesbiska borgarstjóra, Annise Parker. UTC. UTC er stytting fyri "Coordinated Universal Time" (í grundini "Universal Time, Coordinated"). Raðfylgjan á bókstøvunum er býtt um fyri hvørki at fylja raðfylgjuni í ensku (CUT) ella fronsku (TUC)orðingini. Samstundis er heitið eisini farið at líkjast astronomisku tíðareindini UT1. UTC er mestsum sama tíðareind sum GMT (Greenwich Mean Time). Tó er UTC nógv neyvari tíðareind, tí UTC er ein samskipan av fleiri ymiskum atomurum. UTC (og GMT) verður eisini kallað Zulutíð eftir bókstavinum Z í morsialfabetinum. UTC er grundeindin í tíðarfesting í heiminum. Tíðarfestingin í ymsum londum verður so ásett í tímum, sum antin verða lagdir afturat UTC (eystanfyri 0 stig longdarásin) ella drigin frá UTC (vestanfyri 0 stig longdarásin. Danmark hevur soleiðis UTC +1 um veturin og UTC + 2 um summarið (summartíð). Ísland hevur UTC minus 1. Føroysk tíð er UTC (ella GMT) um veturin. Summartíð er UTC pluss 1 tíma. GMT. GMT er stytting fyri Greenwich Mean Time, sum er grundeindin í tíðarfesting á jørðini. Greenwich er býur í Onglandi, nú partur av London, har 0 stig ásin (Greenwichmeridianin) gongur ígjøgnum. Í dag verður hugtakið UTC vanliga brúkt til tíðarfesting ístaðin. Greenwichmeridianin. Greenwichmeridianin ella nullmeridianin er tann longdarmeridianin, sum longdarstigini á jørðini verða roknað út frá. Síðani 1884 hevur verið ásett, at 0 (null) stig ganga gjøgnum Greenwich observatoriið í London. Øll kort rokna stig eystureftir og vestureftir út frá Greenwichmeridianini. Út frá hesum er eisini komin tíðarfestingin GMT (Greenwich Mean Time), sum í dag er avloyst av UTC. Melanie Chisholm. Melanie Jayne Chisholm ella bara Melanie C (fødd "Melanie Jayne Chisholm") er ein enskur popsangari og tónleikari. Hon er fødd 12. januar 1974 í Widnes, Cheshire í Stóra Bretland. Melanie C er ein av stóru stjørnunum í gentubólkinum Spice Girls. Melanie C telist millum størstu poppstjørnur í Bretlandi seinastu 10 árini. Gjøgnumbrotið kom í mætasta gentubólkinum nakrantíð, Spice Girls, men eftir at Spice Girls góvust at spæla, hevur Melanie C eisini gjørt um seg sum solistur. Hon hevur selt 3 milliónir fløgur, hevur havt seks sangir á topp-10 í Bretlandi, og samanlagt hevur hon verið á bretska hitlistanum í meira enn 200 vikur. Millum hennara kendastu sangir sum solistur eru I Turn To You, Northern Star og Never Be The Same Again. Melanie C hevur verið við til at skriva 11 sangir, sum hava verið nummar 1 í Onglandi, og hon er einasta kvinnan, sum hevur verið ovast á hitlistanum í Bretlandi bæði sum solistur og partur av einum bólki. Útgávur. Ár - Fløgu - UK - S - D Todi Jónsson. Todi Adam Jónsson (føddur 2. februar 1972 í Vejle, Danmark) er føroyskur fótbóltspælari, ið hevur leikt fyri fleiri feløg, m.a. fyri barndómsfelagið KÍ har hann byrjaði og endaði sína fótbólts lívsleið. Hann leikti fleiri ár sum professionellur fótbóltsspælari fyri superliga lið í Danmark, m.a. fyri Lyngby FC og fyri FC København. Hin 13. apríl 2014 varð Todi heiðraður við at gerast limur í Legends Club hjá FCK. Landsliðið. Todi spældi 45 dystir og skoraði 9 mál fyri føroyska A-landsliðið 1991-2005. Sorimi. Sorimi er ein stamma inni í jungluni í Papua Ný Guinea, har tað búgva umleið 200 fólk. Hetta eru ikki so nógv fólk, og tað kemst høvudsakliga av, at tey vóru í bardaga við granna stammuna fyri ikki so nógvum árum síðani, og tey taptu bardagan. Hetta førdi við sær, at nógv fólk í stammuni doyði. Sorimi er ein vanlig junglustamma, ið hevur nógvar av teimum mentanum, ið vit kanska vanliga forbinda við tílíkar simplar stammir. Teir eru veiðumenn, ið ganga úti í jungluni og skaffa sær føði. Andaliga trúgva teir uppá andar, har øll livandi ting hava hvør sín anda. Tey trúgva eisini, at alt sum hendir hevur ein anda forkláring, so um tú ert farin út at veiða, og einki fart, so er tað tí at onkur hevur ganda teg. Tú mást so finna út av, hvør tað er sum hevur ganda teg. Um onkur verður sjúkur ella doyr, so er tað eisini tí, at onkur annar í stammuni hevur ganda teg. Teir hava sítt egna mál. Belis. Belis (enskt: "Belize") er eitt land í Miðamerika við mark ímóti Guatemala og Meksiko. Høvuðsstaðurin í Belis eitur Belmopan. Almenna málið í landinum er enskt, men fólkið í Belis er ættað úr mongum londum - har eru karibar, afrikanar, mayar, ásiatar og evropear - og mong fólk tosa kreólskt ella afrikonsk mál. Karibiskur matur og tónleikur er væl dámdur, og landið er viðgitið fyri sítt fjølbroytta og nógva dýralív. Søga. Belis er bæði gamalt og nýtt land. Gamlar torftir eru víða um í landinum og eru dømi um gomlu mayamentanina. Landið fekk frælsi í 1981. Í mong ár var Belis bretskt hjáland ("Bretska Honduras"); tað einasta í Miðamerika. Í 1961 var hervilig ódn og øgiligur uppgangur í høvuðsstaðnum, Belisbýi, úti við strondina, og hann fór illa. Í 1970 varð farið at byggja nýggjan høvuðsstað, Belmopan, 80 km inni í landinum, tí at har var tryggari. Belisbýur er enn størsti býur í landinum, men alt fleiri og fleiri fólk flyta til Belmopan, og nógvar vinnufyritøkur verða eisini fluttar hagar. Búskapur. Rósuviður, mahogni og annar úrdráttur úr skóginum, m.a. chicle, nýtt sum ráevni til tyggigummi, og kapokk, ið er silkibummull, úr tí ovurstóra Ceiptrænum, hava stóran týdning í búskapi landsins. Sama er við aldinfruktum, sum verða nógv dyrkaðar. Men landbúnaðurin er avmarkaður, tí at stórur partur av regnskóginum er friðaður, av tí at har eru nógv sjáldsom dýr og nógvar sjáldsamar plantur. Djóra- og plantulív. Í skógunum er satt dýrameingi. Og mong dýr, sum eru í vanda fyri at verða týnd, liva eisini í regnskógunum í Belis, til dømis jaguarur, tapirur, brølapa og nasabjørn. Firvaldar og ymsir tropufuglar flúgva træ av træi. Og har eru 250 ymisk børkubóndasløg; ímillum teirra svarti børkubóndi, ið er tjóðarblóma í Belis. Landalæra. Helmingurin av Belis er tættur tropuregnskógur. Fram við strondini í Belis er eitt 290 km langt korallriv við nógvum sandgrynnum og oyggjum. Tað er næstlongsta korallriv í heiminum - bara Korallrivið Mikla í Avstralia er longri, har eru skjaldbøkur, sjónotur og tindhummari og mong føgur tropufiskasløg. Hagar koma kavarar úr øllum heiminum at kava í klára, flógva sjónum. Ódnir og vatnflóð elva mangari til stóran skaða við strondina í Belis. Tí hava teir bygt nýggjan høvuðsstað, Belmopan, longri inni í landinum. Gamli høvuðsstaðurin, Belisbýur, er dygst úti við strondina. Belmopan. Belmopan er høvuðsstaður í Belis. Býurin hevur 16 451 íbúgvar (2010). Fiskiørn. Fiskiørn ella gjóður (frøðiheiti - "Pandion haliaetus") hevur ikki vanligt tilhaldsstað í Føroyum, men er stundum sædd her á landi. Millum annað í apríl mánaði 2008 helt ein fiskiørn til á Hálsvøtnum á Sandoynni. Fiskiørnin hoyrir til bólkin av rovfuglum, men livir næstan 100% av fiski. Fiskiørnin er nógv minni enn havørn og landørn. Omaná er hon dimmbrún, í neðra hvít; føturnir eru gráir. Hon sæst um allan heim, heldur seg mest við vøtn og stórar áir, men eisini úti við sjógv. Hon livir av fiski. Seigliga flýgur hon, einar 10 favnar yvir vatninum, steðgar nú og tá at skimast. Fuglum ger hon aldri nakað, og teir liggja líka tryggir, um teir síggja hana uppi yvir sær. So fær hon eyga á ein fisk, og í stundini stoytir hon sær niður, ofta so hart, at hon fer heilt undir kav, men vatn rínur ikki við hana. Skjótt kemur hon upp aftur, aloftast við fiski í klónum. Ofta baksar hon leingi, áðrenn hon sleppur á flog; ja, tað hendir, af fiskurin vinnur og dregur hana undir kav, so hon kódnar — klørnar krøkir hon so fast í, at hon fær tær ikki úr í bræði, og mangar ferðir hava menn veitt fisk við ørnaklóm í rygginum. — Í Føroyum sæst hon sjáldan; minst tvær ferðir er hon tó skotin. Katalanskt mál. Katalanskt er móðurmál hjá sløkum 6 700 000 fólkum, harav um 6 500 000 Spania (Katalónia, Valencia og Balearoyggjar) og um 31 000 í Andorra. Elgur. Elgurin (frøðiheiti - "Alces alces") er størsti hjørturin, ið til er. Elgtarvurin er ovurstórur. Greindu hornini kunnu gerast einar 2 m long. Í mýrlendum í skógunum finnur elgurin nóg mikið til matna. Kamelur. Kamelar (frøðiheiti - "Camelus") eru fyrimyndarlig oyðimarkardýr. Dromedarur hevur eina kúlu á bakinum, og kamelurin hevur tvær. Teir klára seg í fleiri vikur og ganga long strekki og hvørki eta ella drekka. Ein fyrimunur, ið ger teir frálíkar at bera farm. Tí verða teir nevndir "oyðimarkarskip". Vanliga verður hildið, at kúlan á kamelinum er full av vatni, men hetta er ikki so. Í veruleikanum er hon ein feittkúla, sum kamelurin fær føðslu úr, tá ið hvørki matur ella vatn er at fáa. Kamelinum nýtist ikki vatn í 10 mánaðir, men so kann hann eisini drekka ómetaliga nógv í stutta tíð - einar 340 kannur av vatni í 10 minuttir. Kamelur hevur tvey røð av eygnahárum at verja eyguni fyri sandroki. Jaguarur. Jaguarur (frøðiheiti - "Panthera onca") er rándýr av kattarslag. Jaguarurin veiðir einsamallur í Amasonas frumskóginum, bæði á jørðini, uppi í trøunum og í vatninum. Hetta merkir, at hann etur bæði hjørtir, apur og skjaldbøkur. Hesin stóri køtturin hevur ongan, ið hóttir hansara veiðiøki. Skinnið á jaguarinum er soleiðis litt, at hann er ringur at síggja í gróðrarmikla frumskóginum. Jaguarurin sníkir seg tætt at fonginum á sama hátt sum tikarin. Jaguarin bítur so fast, at tá ið hann drepur sín fong, bítur hann dýrið beinleiðis í høvdið heldur enn at bíta tað í hálsin. Jaguarur tekur nógv ymisk dýr, t.d. tapirar, froskar, fisk, leitidýr, gnagdýr og smáar keimanar, suðuramerikansk krokodilla. Ránsdjór. Ránsdjór (latín - "Carnivora") eru djór, ið veiða onnur djór. Hvalur. Hvalur (frøðiheiti - "Cetacea") er fiskalíkt súgdjór ið livir í havinum. Hvalur er størsti skapningur í havinum. Hvalir eru einastu súgdjór, sum eru í sjónum burturav. Eins og øll onnur súgdýr andar hann luft niður í seg. Hvalur blæsur gjøgnum blástrið, ið er á kúluni. Vit skifta hval í barduhval og tannhval. Í hvalaættini eru allir hvalir, delfinir og nísur. Allir eru smidligir, kava djúpt og kunnu vera leingi undir. Allir hvalir anda gjøgnum blástrið ovast á kúluni. Útbreiðsla í Føroyum. Av hvali eru fleiri sløg, sum eru heilt sjáldsom at síggja við Føroyar, tí at tey bert leggja leiðina framvið, á veg suðureftir ella norðureftir, í teirra natúrligu ørindum. Av hesum hava vit sæð sløg sum royð, nebbafisk, sildreka og august, sum sæst her millum oyggjarnar eins og um allan heimin. Teir hvalir, sum eru oftari at síggja um okkara leiðir eru bóghvítuhvalur og grindahvalur. Giraffur. Giraffur (frøðiheiti - "Giraffa camelopardalis") er hálslangt afrikanskt jóturdýr. Giraffurin er heimsins hægsta dýr; einki súgdjór hevur longri háls enn giraffurin. Girafarnir verða einar 4,5-5,8 m høgir og viga 800 - 1.900 kg. Langi hálsurin ger, at giraffurin røkkur eftir teimum sevjumiklu bløðunum uppi á trøunum. Hann hevur liðiliga tungu, sum hann skræðir bløð og smágreinar av við. Við hjálp frá sínari deiligu hædd kann giraffurin eta bløðini, sum veksa høgt uppi í trøunum, og sum eingin onnur djór røkka upp eftir. Men tó at hálsurin er so langur, so hevur hann bara sjey hálsgeislar, akkurát líka nógvar sum menniskju. Munurin er bara tann, at giraffurin hevur størri hálsgeislar, og teir eru meira "langir". Tá ið giraffarnir parast, nýtur hanngiraffurin eisini hálsin at berjast við við hinar hannarnar, tá ið teir kappast um honirnar. Hann hevur smá horn, knavar, langan hala og sítt halatagl. Við halanum kveistrar hann flogkyktini burtur. Hvør einstakur giraffur er sermerkt littur. Giraffar kunnu tvíspora upp í 50 km/t. Teir verða kynsbúgvnir tá teir eru 3 ár. Teir eru uppá vegin í 14-15 ½ mánað og fáa ein unga. Pungdýr. Pungdýr ella posadýr (frøðiheiti - "Marsupialia") er súgdjór, ið leggja ófullbúnar ungar. Teir búnast meira í posinum. Teir liva í Avstralia (til dømis kengurur) og Amerika. Eik Banki. Eik Banki ella bara Eik er eitt føroyskt partafelag, sum rekur bankavirksemi í Føroyum. Eik Banki varð stovnaður í 1832 undir navninum "Færø Amts Sparekasse". Í 1963 fekk Færø Amts Sparekasse nýtt navn og varð kallaður "Føroya Sparikassi". Hetta navnið helt fram til 18. desember 2006, tá ið bankin fekk navnið Eik Banki. Eik hevði í 2007 354 fulltíðar starvsfólk og 16 deildir kring landið. Í 2012 hevur Eik 210 fulltíðar starvsfólk og 9 privatdeildir kring landið. Eik Banki, og serliga danski parturin av Eik Banka, varð hart raktur av fíggjarkreppuni, sum rakti í september 2008. Tvey ár seinni mátti bankin ásanna, at ikki bar til at halda fram í verandi líki. Eik Banki læt Eik Bank Danmark fara, og varð yvirtikin av Finansiel Stabilitet A/S. Finansiel Stabilitet A/S, sum hevði skotið 2 milliardir krónur í Eik Banka í nýggjum partapeningi, seldi 6. apríl 2011 70 prosent av partapeninginum til TF Holding P/F. Tey seinastu 30% eigur Finansiel Stabilitet enn, men TF Holding hevur møguleika fyri at keypa henda partin seinni. Virksemi. Eik Banki eigur dóttirfelagið f Inni. Harumframt hevur Eik verið stórpartaeigari í S og Spron. Sí eisini. Færø Amts Sparekasse Eik. Leyv og Akarn (Eikinøtir) av Eik. Eik (Frøðiheiti - "Quercus") er ein ætt av leyvtrøum og runnum í Bóka-familjuni, ættin telur meir enn 500 sløg, ið vaksa í tempereraðum og subtropiskum pørtum av norðaru hálvkúlu. Royndir við at gróðurseta eikitrø í Føroyum hava higartil ikki givið góð úrslit. Atlantic Petroleum. Í juni 2005 varð Atlantic Petroleum skrásett á íslendska virðisbrævamarknaðinum (ICEX), ið samarbeiðir við føroyska virðisbrævamarknaðin (VMF). Í oktober 2006 varð Atlantic Petroleum skrásett á danska virðisbrævamarknaðinum (OMX). Í 2012 vóru 17 fulltíðar starvsfólk í Atlantic Petroleum. Virksemi. Atlantic Petroleum er við í trimum leitingarloyvum við Føroyar: Stella Kristina (40%), Marselius(40%) og Brugdan(0,025% (møguleika at fáa 1,2905%)). Harumframt er Atlantic Petroleum í 2008 við í 8 loyvum í bretskum sjógvi og 3 í írskum sjógvi. Faroe Petroleum. Faroe Petroleum ella Føroya Kolvetni er føroyskt oljufelag, ið rekur olju og kolvetnisvinnu í Føroyum og uttanlands. Føroya Kolvetni varð stovnað í 1997 og skrásett í Føroyum í januar 1998. Í desember 2002 varð stovnað móðurfelagið (holdingfelagið) Faroe Petroleum í Onglandi. Forstjóri í felagnum er Graham Stewart og stjóri er Nils Sørensen. Faroe Petroleum hevur skrivstovur í Tórshavn, Aberdeen (høvuðssæti) og Stavanger. Í juni 2003 varð Faroe Petroleum skrásett á AIM ("Alternative Investment Market") virðisbrævamarknaðinum í London, ið er ein av teimum lítlu partabrævamarknaðunum í London. Virksemi. Faroe Petroleum er við í 5 leitingarloyvum við Føroyar: Orodruin (100%), Anne Marie (12,5%), Brugdan(4%), Sildrekin (10%) og Rannvá (100%). Talið í klombrum sigur, hvussu stóran part Faroe Petroleum eigur í loyvunum. Harumframt er Faroe Petroleum við í nógvum loyvum í bretskum sjógvi, í norskum sjógvi og onkrum einstøkum í hollendskum sjógvi. Bævrar. Bævur (frøðiheiti "Castor") er súgdjór av gnagdýraætt. Bævrar eru náttúrunnar timburmenn. Teir byggja sær vandaligar bústaðir av móru og greinum, og inngongdin er undir vatni. Teir byggja fleiri byrgingar nær tilhaldinum, so at vatnið stendur altíð líka høgt, og er góður svimjihylur. Bævrar verða ofta hildnir at vera skaðadýr, tí teir gera stórar byrgingar í áum og áarstreymum. Bævurin dregur greinar saman við sterka kjaftinum. Tvey sløg eru av bævrum, annað í Evrásia, hitt í Norðuramerika. Amerikanski bævurin (frøðiheiti "Castor canadensis") livir í øllum USA (uttan Florida, Nevada og Suðurkalifornia) og í Kanada. Evropeiski bævurin (frøðiheiti "Castor fiber") livir í Evrásia í t.d. Skandinavia, Russlandi og Póllandi. Bæði sløgini eru gnagdýr. Gnagdýr eru súgdýr. Bævrar hava hvassar og langar framtenn; tær bíta væl á viðarbulum og greinum. Framtenninar bíta eisini lættliga á børki og viði. Viðurin verður etin ella brúktur til byrgingar. Meginpartin av tíðini eru teir í vatni ella nærindis vatni, men føðina finna teir uppi á turrum. Teir svimja ógvuliga væl, duga at kava og kunnu verða undir kavi í nógvar minuttir. Á afturlabbunum eru fitjur. Halin er flusutur og flatur, bævurin stýrir við honum. Tá ið bævurin letur við halanum upp og niður í vatninum, er hann sum tvíblaðað ár, og bævurin svimur skjótari. Bævrar ávara hvør annan um vanda og sláa tá halan harðliga niður í vatnskorpuna. Ullferðin er trøtt og mjúk, skinnini eru dýr. Í 19. og 20. øld vóru so nógvir bævrar veiddir, at teir mundu verið avoyddir. Men nú verður veitt flestustaðni undir eftirliti, og bævrarnir menna seg aftur. Bævrar eru dugnaligir smiðir og gera byrgingar og smáttur í vøtnum ella í áum. Bævrasmáttur kunnu vera hægri enn 3 metrar. Bævrar flyta smáar steinar og greinar við framlabbunum. Áir verða byrgdar av við greinum, gróti og flag. Í vatninum oman fyri byrgingina gera bævrar smáttur. Tá eingi trø eru eftir, har bævrarnir eru, mugu teir longri burtur eftir tilfari. Teir grava veitir, so greinar og bular kunnu floytast heim til byrgingina. Bævurin leggur um várið. Ungarnir eru lodnir og síggja beinanvegin. Fáar dagar gamlir duga teir at svimja. Bævrahúskið býr í holu, nevnd bævrasmátta. Hon er gjørd úr flag og greinum. Inni í smáttuni gera bævrar eitt kamar yvir vatnskorpuni. Tað er lurt, og her sova og hvíla teir. Um heystið klína bævrar móru á smáttuna uttan. Móran frystir um veturin og verjir fyri ránsdýrum. Ikki slepst í bævrasmáttuna uttan undir vatni. Hetta forðar ránsdýrum at koma inn í smáttuna. Úlvar kunnu heldur ikki grava seg gjøgnum tjúkku veggirnar ella svimja inn í smáttuna. Bævrar eta plantur. Um heystið og veturin eta teir bleytan við og børk, mest bævraøsp og píl. Føðina goyma teir í goymslu undir kavi. Ísur á vatninum forðar teimum ikki at koma til goymsluna, tí teir hava inngongdir undir kavi. Um várið og summarið eta bævrar gras, bløð og vatnplantur. Gnagdýr. Gnagdýr (frøðiheiti - "Rodentia") er súgdjór við tveimum longum hvøssum framtonnum. Otur og bævur hoyra til gnagdýraættina; eisini minkur, hermalínið, skunkur og grevlingur eru í somu ætt. Vatnsvínið er størsta gnagdýr í heiminum. Otur. Otur (frøðiheiti - "Lutra lutra") er súgdjór av marðarætt við fitjum. Otrarnir eru væl egnaðir at vera í vatni. Teir hava fitjulabbar, eru smidliga vaksnir og fáa latið oyru og nøs aftur, tá ið teir kava. Hetta eru spølin dýr, og teir kava eftir steinum og skeljadýrum. Oturin er stórt máraslag, ið mest livir av fiski. Hann grevur sær holur inn í áarbakkar, men opið er um 1 m. undir vatnskorpuini. Nógvastaðni verður bústaður hansara týndur, so hann er nógv minkaður. Oturin varð friðaður í Danmark í 1967, men er á altjóða listanum við dýrum, ið eru í týningarvanda. Seyður. Seyður (frøðiheiti - "Ovis aries") er slag av ullaðum jóturdýri. Seyður varð tamdur fyri mongum árum síðani, bæði fyri ullina, kjøtið og tá eisini mjólkina. Um summarið verður seyðurin royttur. Ullin verður spunnin til tógv, sum síðan verður bundið til troyggjur, hosur og annað. Um heystið verður nógvur seyður flettir. Tað finnast yvir 1,000,000,000 seyðir í heiminum harav meginparturin er tamdur. Seyður kann bólkast í umleið 200 seyðasløg. Í Føroyum eru umleið 75.000 seyðir av slagnum, sum á enskum verður kallað, Faroese Sheep. Villur mufflonseyður, sum nú á døgnum einans livir á Miðjarðarhavsoyggjunum Korsika og Sardina, verður hildin at vera næsti ættfaðir at tomum seyðum. Tær elstu leivinar av seyði, ið helst hevur verið tamur, eru 11000 ár. Seyðurin kom til Skandinavia fyri uml. 12000 árum síðani, tá ið landbúnaðarmentanin kom henda vegin við seyði, svínum, geitum og neytum. Nær seyður er komin til Føroya, er ilt at siga. Frá hjá írska munkinum Dicuil kann metast, at seyður var í Føroyum á 800. Á Lítla Dímun plagdi at liva eitt slag av seyði frá síðsteinøldini, ið kallast dímunarseyður (á enskum Lítla Dímun sheep). Tríggir sovorðnir seyðir eru varðveittir, og teir verða sýndir á Føroya Forminnissavni. Teir síðstu dímunarseyðirnir vóru skotnir í 1860unum. Dímunarseyðurin líktist Soay seyðinum (á enskum Soay sheep) bæði í útsjónd og uppruna. ð á í ó ý ú Kanin. Kanin (frøðiheiti - "Oryctolagus ") er lítil gnagari av haruætt. Kaninir eru floksdýr og halda saman í stórum flokkum. Holur teirra eru langar og torgreindar. Tær gera sær eisini fleiri neyðútgongdir. Kanin leggur minst 20 ungar um árið, og tí eru kaninir nógvastaðni vanligastu súgdýr. Kaninin kemur upprunaliga úr Útsynningsevropa, men er nú um allan heim uttan í Antarktis. Um aldaskiftið løgdust tær út í Suðuroy og nørdust skjótt, men so fækkaðust tær aftur, og nú er eingin eftir. Nógvastaðni er kaninin skaðadýr í landbúnaðinum, tí hon etur grøðina. Villkanin er í ætt við haru. Sebra. Sebra (frøðiheiti - "Equus zebra") er slag av hvít- og svartrondutum afrikonskum villrossi. Einasta ronduta dýrið í rossaættini er sebran. Hóast allar sebrur líkjast, so hevur hvør sebra serstaka svarthvíta litseting. Eins og rossini ganga sebrur í flokkum, men ungu sebragreðingarnir eru stakir, til teir eru fullvaksnir. Fullvaksnir berjast teir um ryssuflotarnar. Tá ið sebra rennur undan ránsdýrum, til dømis leyvu, rennur hon einar 65 km um tíman. Sebrur ganga vanliga millum gnýur, so flokkurin verður størri. Eingin veit, hví sebrur hava rípur, men tað er kanska fyri at ørkymla ránsdýrini ella kanska fyri hitastillingina. Hvør einstøk sebra hevur sítt eyðkenda rípumynstur. Sebra heldur til á stóru grasfløtunum í Afrika, savannuni. Leyva. Upprunaliga (reytt) og núverandi (blátt) útbreiðsluøki hjá leyvum. Útbreiðsluøki hjá afrikonskum leyvum í dag. Leyva, (eldri bíbliumál: ljón, talumál: løva) (frøðiheiti - "Panthera leo") er eitt stórt rándýr av kattarætt. Best kenda leyvan í dag er Afrikanska leyvan Afrikanskar kvennleyvur halda til í føstum samløgum og ansa ungunum hjá hvør aðrari. Ungarnir berjast í spølni, og soleiðis venja teir seg at veiða sjálvir. Leyvur taka nógv ymisk súgdjór á grasfløtunum, tær leggja til dømis eftir ungum fílum, gnýum og giraffum. Tær halda seg í bólkum, einar 5-40 saman. Har eru nakrar fáar kallleyvur og nógvar vaksnar kvennleyvur við ungum sínum. Leyva er einasti stórkøtturin, ið heldur saman í flokkum ella ættarbólkum, upp í einar 40 í hvørjum. Flokkurin ræður á einum 100 km2 stórum øki ella størri, alt eftir, hvussu veiðimøguleikarnir eru. Stóra kallleyvan verjir búøkið og kvennleyvurnar. Leyvur halda mest til á grasfløtum, og tað eru serliga kvennleyvurnar, ið veiða. Leyva tekur oftast stór dýr, t.d. antilopu og sebru. Ein giraffur er nóg mikið at metta stóran leyvuflókk. Ein leyva kann skræða í seg 23 kg av kjøti í einum - tað sama sum 350 pylsur! Leyvur og aðrir stórkøttir hava sterkan, stuttan skølt av bíta fast. Tey taka við stóru, hárhvøssu tøkutonnunum. Teir stóru jakslarnir bíta væl á bróski og vøddum. Kallleyvan er tann sterkasta í flokkinum. Hon verður 2,5 metrar long og hægri enn metur upp á háryggin. Kallleyvan hevur stórt ývið framvaks. Upp til 12 ymisk undirsløg av leyvu (ljóni) eru eyðmerkt, m.o. Asiatisk leyva, Berbaraleyva og Kappleyva. Harry Potter og kamarið við loynidómum. Harry Potter og kamarið við loynidómum "(enskt: Harry Potter and the Chamber of Secrets)" er onnur bókin um unga gandakallin, Harry Potter. Hann gleðir seg til annað árið á Hogwarts, skúlanum fyri gandakynstur og galdralist, men ikki gongst, sum ætlað: í fyrsta lagi roynur onkur at forða honum at sleppa í skúlan aftur, og tá tað hóast alt eydnast, verður onki sum ætlað, tí óndar maktir gera um seg og leggja eftir næmingum av muglaraætt. Harry Potter og fangin úr Azkaban. Eins og báðar tær undanfanu bøkurnar um Harry Potter byrjar eisini henda, tá ið summarfrítíðin er um at vera liðug. Harry gleðir seg at fara aftur til Hogwarts at ganga í skúla. Hann er spentur og glaður, tá ið hann sær vinir sínar, Ron og Hermione, aftur. Harry skal nú í triðja flokk í skúlanum, har hann lærir gandakynstur og galdralist. Men ávegis til Hogwarts, leggja tey til merkis, at alt ruggar ikki rætt. Skjótt finna tey út av, at ein stórbrotsmaður er rýmdur úr fangatippinum, Azkaban, og óhugnaligu fangavørðarnir í Azkaban eru bidnir um at koma til Hogwarts og ansa eftir næmingum, lærarum og skúla. Í hesari bókini fær Harry nógv at vita um foreldrini hjá sær og umstøðurnar, tá ið Voldemort drap tey. Fíggingargrunnurin frá 1992. Fíggingargrunnurin frá 1992 (á donskum Finansieringsfonden af 1992) er føroyskur grunnur, ið hevur sum endamál at seta í og eiga partapening og eftirstillaðan kapital í BankNordik (fyrr æt Føroya Banki). Føroya Landsstýri velur formann og 3 limir í nevndini fyri grunnin, og síðani velja hesir ein fimta lim til nevndina. Grunnurin varð stovnaður av Landsstýrinum og tí donsku stjórnini tann 2. november 1992 sum partur av bjargingini av teimum stóru føroysku bankunum Føroya Banka og Sjóvinnubankanum. Fíggingargrunnurin hevði ein høvuðsleiklut í bankakreppuni í 90-árunum vegna sín ognarlut í føroyska bankakervinum, og av tí at danska stjórnin tá valdi meirilutan av nevndini í grunninum, meðan landsstýrið bara valdi minnilutan. Í avtalu frá 10. juni 1998 millum donsku stjórnina og landsstýrið varð avgjørt, at landsstýri framyvir skuldi velja nevndina í grunninum. Í mun til vanligir vinnurekandi sjálvsognargrunnar er Fíggingargrunnurin serligur av tí, at við lóg til ber hjá honum at útluta vinningsbýti til ein stovnara, Føroya Landsstýri. Leiklutur í Bankakreppuni. Fyrsta uppgávan hjá grunninum var í 1992 at skjóta pening á 475 mió. kr. í Sjóvinnubankan, sum var komin í stórar fíggjarligar trupulleikar. Í 1993 setti Fíggngargrunnurin nýggjar 1.185 mió. kr. í Sjóvinnubankan, og aðrar 1.025 mió. kr. í Føroya Banka. Harvið hevði grunnurin sett tilsamans 2.685 mió. kr. í hesar báðar bankarnar. Upphæddina hevði grunnurin fingið sum innskot frá Føroya Landsstýri, ið hevði fíggjað innskotið við at lána peningin frá donsku stjórnini (tó vóru 200 mió. kr. komnar frá Íleggingargrunninum beinleiðis sum lán til Fíggingargrunnin). Landskassaskuldin var sostatt vaksin sera nógv av bankabjargingunum. At Figgingargrunnurin var eigari av báðum bankunum førdi so til, at bankarnir avgjørdu tann 11. apríl 1994 við virknaði frá 1. januar 1994 at leggja saman í ein banka, har Sjóvinnubankin varð tann framhaldandi bankin, men at navnið hjá Føroya Banka varð brúkt. Hesin samanlagdi bankin broytti seinni navn til BankNordik. Endamálið hjá Fíggingargrunninum var upprunaliga bara at skjóta kapital í "størri" bankar í Føroyum. Hetta førdi við sær, at tá ið Fossbankin kom í fíggjarliga trupulleikar á heysti 1993, var tað eingin, sum stóð honum til bjarging. Hildið var í Føroyum, at grunnurin hevði ov stóra ávirkan á føroyskt vinnulív, serliga sæð í mun til at stjórnin valdi meirilutan í grunninum. Grunnurin hevði tí ein avgerandi leiklut í tí ríkisrættarligu kreppu, sum var millum Føroyar og Danmark í 90-árunum. Við avtaluni tann 10. juni 1998 misti danska stjórnin rættin at velja nevnarlimir til Fíggingargrunnin, meðan landsstýri framyvir skuldi velja formann og 3 nevndarlimur. Hetta loysti í stóran mun misálitið millum Føroyar og Danmark. Samstundis varð endamálið hjá grunninum broytt soleiðis, at endamálið einans var at eiga partapening í Føroya Banka. Lex Føroya Banki. Fíggingargrunnurin er formliga skipaður sum eitt sjálvsstøðugt rættarsubjekt. Eftir vanligum grunnarættarligum reglum eigur tí ikki at bera til at luta út til stovnara ella tann, ið velur nevndina, fyri at varðveita óheftni hjá tí sjálveigandi grunninum. Tá Føroya Banki aftur byrjaði at fáa yvirskot og lata út vinningsbýti í 1996, bar tí ikki til hjá grunninum at lata vinnngsbýti víðari til landsstýri. Gjørt var tí ein serlig (ofta millum manna kallað "Lex Føroya Banki"), har tað við Fólkatingslóg varð heimilað Fíggingargrunninum at luta út vinningsbýti til Landsstýrið. Fíggingargrunnurin í dag. Í nógv ár eftir bankabjargingarnar átti Fíggingargrunnurin útvið 100% av Føroya Banka. Í samband við børsskrásetingini hjá Føroya Banka 26. juni 2007 seldi Fíggingargrunnurin 66% av partapeninginum í Føroya Banka og læt innkomnu upphæddina víðari til Landsstýrið. Ognarluturin hjá grunninum í Føroya Banka hevur síðani verið 33%. Fossbankin. Fossbankin var føroyskur banki, ið byrjaði sítt virksemi í januar 1986 og læt aftur seint í 1993. Tað var Helgi Fossádal, ið var stigtakari og stjóri í bankanum. Virksemi. Fyri at koma inn á marknaðin valdi bankin at hækkað sína innlánsrentu í mun til hinar bankarnar, soleiðis at fólk settu pening í Fossbankan. Hetta førdi við sær, at bankin fekk nógvan pening um hendi. Tá ið gjaldføri hjá bankanum bleiv gott, vildi hann tískil lána pening út aftur til onnur. Fólk fingu lætt við at lána pening og gjørdist hetta ein ónd ringrás. Hetta var við til at leggja brenni á bálið, har føroyingar frammanundan høvdu lánt nógvan pening í hesum tíðarskeiðnum. Bankin læt tó aftur 30. november 1993, tá ið hann fór á húsagang. Fíggingargrunnurin frá 1992, ið hjálpti teimum størru bankunum um sama mundi, veitti Fossbankanum onga hjálp. Jallurin. Jallurin er fimmmannafar hjá Róðrarfelagnum Knørri (RK) í Tórshavn. Hann er bláur við hvítari rond og hevur føroyskan stavn. Navnið stavar frá kvæðinum um Ormin Langa, sum er navnakelda til allar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri. Rógvarar á Jallinum hava sum hinir rógvarar felagsins eina ørindisreglu úr kvæðinum á búna sínum. Fyrsti Jallurin kom í 2006. Verandi bátur er annar í røðini og varð bygdur í 2011. Aðrir bátar í Róðrarfelagnum Knørri eru fimmmannaførini Tambar og Pílur, seksmannaførini Jarnbardur og Herningur, áttamannafarið Knørrur og tíggjumannaørini Ormurin Langi og Kongurin. Tambar. Tambar er fimmmannafar hjá Róðrarfelagnum Knørri (RK) í Tórshavn. Hann er bláur við hvítari rond og hevur føroyskan stavn. Navnið stavar frá kvæðinum um Ormin Langa, sum er navnakelda til allar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri. Rógvarar á Tambar hava sum hinir rógvarar felagsins eina ørindisreglu úr kvæðinum á búna sínum. Tambar róði fyrstu ferð í 2007. Verandi Tambar er tann triði í røðini og varð bygdur í 2018. Aðrir bátar í Róðrarfelagnum Knørri eru fimmmannaførini Jallurin og Pílur, seksmannaførini Jarnbardur og Herningur, áttamannafarið Knørrur og tíggjumannaførini Ormurin Langi og Kongurin. Jarnbardur. Jarnbardur er eitt seksmannafar hjá Róðrarfelagnum Knørri (RK) á Skálatrøð í Tórshavn. Hann er bláur við hvítari rond og hevur føroyskan stavn, sum eisini er eitt av sermerkjum felagsins. Navnið "Jarnbardur" stavar frá kvæðinum um Ormin Langa, sum er navnakelda til allar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri, og rógvarar á Jarnbardi hava sum allir rógvarar í felagnum eina ørindisreglu úr kvæðinum á búna sínum. Verandi Jarnbardur er tann triði í røðini; tann fyrsti kom í 1990. Hinir bátarnir í Róðrarfelagnum Knørri eru fimmmannaførini Jallurin, Tambar og Pílur (bátur), seksmannafarið Herningur, áttamannafarið Knørrur og tíggjumannafarið Ormurin Langi. Knørrur. Knørrur er eitt áttamannafar hjá Róðrarfelagnum Knørri (RK) á Skálatrøð í Tórshavn. Hann er bláur við hvítari rond og hevur føroyskan stavn, sum eisini er eitt av sermerkjum felagsins. Navnið "Knørrur" stavar frá kvæðinum um Ormin Langa, sum er navnakelda til allar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri, og rógvarar á Knørri hava sum allir rógvarar í felagnum eina ørindisreglu úr kvæðinum á búna sínum. Verandi Knørrur er hin annar í røðini; tann fyrsti kom í 1985. Hinir bátarnir í Róðrarfelagnum Knørri eru fimmmannaførini Jallurin, Tambar og Pílur, seksmannaførini Jarnbardur og Herningur og tíggjumannaførini Ormurin Langi og Kongurin. Ormurin Langi (tíggjumannafar). Ormurin Langi er eitt tíggjumannafar hjá Róðrarfelagnum Knørri (RK) á Skálatrøð í Tórshavn. Báturin er bláur við hvítari rond og hevur føroyskan stavn, sum eisini er eitt av sermerkjum felagsins. Navnið "Ormurin Langi" stavar frá kvæðinum um Ormin Langa, sum er navnakelda til allar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri, og rógvarar á Ormurinum Langa hava sum allir rógvarar í felagnum eina ørindisreglu úr kvæðinum á búna sínum. Tann fyrsti Ormurin Langi varð bygdur í 2008. Verandi bátur varð bygur í 2018. Hinir bátarnir í Róðrarfelagnum Knørri eru fimmmannaførini Jallurin, Tambar og Pílur, seksmannaførini Jarnbardur og Herningur, áttamannafarið Knørrur og tíggjumannafarið Kongurin. Pólhara. Pólharur (frøðiheiti - "Lepus arcticus") eru hvítar um veturin, so tær síggjast ikki so væl frá kavanum. Harufrensarnir boksast um løgurnar. Úlvur. Úlvur (frøðiheiti - "Canis lupus") er eitt ránsdjór av hundaætt. Sum ein av best kendu kjøtátarum er hann skjótur og væl bygdur at veiða onnur dýr. Úlvur hevur sterkan kjaft og hvassar tenn. Úlvar kunnu eta upp í 9 kg av kjøti hvørja ferð. Hildið verður, at úlvur er ættfaðir at nútíðar tomu hundunum. Hann er størsta hundaslag og verður minst 2 m úr halasnippi í trýni. Er nóg mikið at eta, kunnu einir 20 úlvar halda saman í flokki, men er matneyð, býta teir seg sundur í smáar flokkar, einir 7 í hvørjum. Hvør flokkur hevur sín oddahund, sum allir hinir í flokkinum akta. Meyruslúkur. Meyruslúkur (frøðiheiti - "Myrmecophagidae") er suðuramerikanskt jagldýr í ættini Myrmecophagidae. Teir brúka 60 cm longu, spísku og kleimnu tunguna at fanga termittur og meyrur; men fyrst skræða teir búgvið upp við sterku klónum. Stóri meyruslúkurin skjýtur tunguna út einar 150 ferðir um minuttin. Jagldýr. Jagldýr (frøðiheiti - "Xenarthra" ella (eldri) "Edentata") er djórayvirhópur við smávaksnum tonnum, til dømis beltisdýr, letidýr og meyruslúkur. Samkyndleiki. Ælabogaflaggið verður ofta nýtt sum merki fyri nútíðar samkynd. Samkyndleiki ella Samkynd er heiti, ið lýsur kynsligt samlív, eyðkent við kensluligum og/ella kropsligum atdrátti at persóni av sama kyni. Hugtøkini samkynd og hinskynd kunnu skiljast sum lutfalslig hugtøk í hvør sínum enda av eini samanhangandi røð, har í tvíkynd er eitt stað í miðjuni. Grundin til, at summi fólk eru samkynd, hevur altíð verið ein umstríddur spurningur, ið kjakast hevur verið dúgligani um. Tað er eitt klassiskt dømi um spurningin um arv ella umhvørvi, lívfrøði ella sálarfrøði. Um 4 % av øllum menniskjum eru samkynd. Eitt tal, sum tó broytist frá kanning til kanning. Eisini djór eru samkynd. Djór. Tað finnast prógv fyri samkyndleiki í 1500 ymiskum sløgum av djórum, harímillum fiskar, insektir, fuglar og seyðir, oksar og apur. Djór, sum hava fleiri makar, og djór, sum eru monogam, kunnu hava samkynd forhold. Føroyar og Danmark. Samkyndleiki er lógligur At vera samkyndur hevur verið loyvt í Føroyum síðan 1933, tá tað bleiv gjørt lógligt í Danmark. Samstundis bleiv aldursmark fyri samkynd parlag set til 18 ár. Síðan bleiv tað í 1988 gjørt kynspartaleyst og harvið sett til 15 ár. Grein 266b í revsilógini kom í gildi 15. desember 2006 við 17 stemmun fyri og 15 ímóti, hon staðfestir at samkynd skuldu verða vard ímóti niðurgerð. Miðflokkurin hevur fleiri ferðir tosa ímóti, at grein 266b skuldi koma í gildi í Føroyum. Í Føroyum arbeiðir felagið LGBT Føroyar fyri rættindum og trivnaði fyri sam- og tvíkyndar føroyingar. Fyrsta juli í 2010 kom lógarbroyting í gildi í Danmark, sum gav skrásettum samkyndum pørum sama rætt sum hjúnum at ættleiða børn. 15. juni 2012 varð lógin um skrásett parlag avtikin í Danmørk, og samkynd kundu frá tí degi giftast eftir somu lóg sum hinskynd pør, eftir Hjúnabandslógini (Ægteskabsloven). Samkynd pør kunnu nú bæði ættleiða børn hjá hvørjum øðrum og søkja um at ættleiða fremmand børn eftir somu reglum, sum galda fyri hjún. Samkyndar kvinnur, ið fáa børn við ísáing, fáa felags foreldramynduleika yvir barninum saman við hjúnafelagnum. Í Føroyum var onki av hesum galdandi fram til 2016, tá ið uppskot um at seta í gildi fyri Føroyar donsku hjúnabandslógina varð samtykt í Løgtinginum. Munurin er tó, at danska lógin ikki skal koma í gildi í Føroyum fyrr enn vissa er fingin fyri, at samkynd pør ikki kunnu fáa borgarliga hjúnarband sítt signa í kirkjuni. Samkyndir menn kunnu framvegis ikki lata blóð í Føroyum. Seinni heimsbardagi. Tá Adolf Hitler var einaveldisharri, avgjørdi hann, at bólkar av øðrvísi fólkum skuldu avrættast, herundir jødar og samkynd. Meðan jødarnir fingu eina gula dávidsstjørnu á bringuna, fingu samkyndir ein ljósareyðan tríkant. Teir, sum yvirlivdu krígstíðina, vórðu ikki leyslatnir, tá ið tey sameindu tóku valdið í Týskland. Í staðin vóru teir fluttir til onnur fongsul at sita dómin fyri at vera samkyndir, ið teir høvdu fingið áðrenn kríggið. Rættargongdin í Nürnberg vildi aldrin viðgera mál viðvíkjandi samkyndu fangunum, og teir fingu heldur einki endurgjald eftir kríggið. Tey árini, samkyndir krígsfangar høvdu sitið í fangatippi, vóru enntá drigin frá í fólkapensjónini. Sjálvmorð. Tað er eitt sindur síðani, at granskingarútslit fyrst gjørdu vart við, at sjálvmorðsroyndir eru nógvar ferðir vanligari millum samkynd enn millum onnur fólk. Ein amerikonsk kanning frá 1998 av samkyndum dreingjum í framhaldsskúlunum í aldrinum 15 til 22 vísti, at í mun til restina av fólkinum, t.e. javngamlar dreingir, royndu næstan sjey ferðir so nógvir av hesum dreingjum at beina fyri sær, ella ávikavist 28 % og 4 %. Higartil mest umfatandi norðurlendska kanningin av vælferð og umstøðum hjá samkyndum varð gjørd í 1999 í Noregi. Har kom fram, at 16 % av gjeikarunum og 20 % av teimum lesbisku høvdu onkuntíð roynt at forkomið sær. 88 % vóru undir 25 ár, tá ið tey gjørdu hesa roynd. Fjórða hvør menniskja undir 25 ár hevði minst eina sjálvmorðsroynd á baki. Tøl siga ikki allan sannleika, men tey, sum eru nevnd her, benda á, at tíðleikin av sjálvmorðsroyndum í Norðurlondum er upp til fimm ferðir so høgur millum samkynd sum millum fólk annars. Tvíkynd. Tvíkynd (á danskum: "biseksualitet") er kynsligur hugur á fólki av báðum kynjum. Á altjóða máli biseksuellur - ein ið er drigin líka nógv at báðum kynum, men bert at lata seg í sum hitt kynið. Ein nýtist heldur ikki at vera samkyndur, hóast ein er transvestittur. Nógv ung spæla við tankan um at verða saman við onkrum av sama kyni sum tey sjálvi. Ofta finna tey við tíðini fram til, at tey eru mest til kvinnur ella mest til menn. Júst Sivertsen. Júst Sivertsen í Havn varð føddur í 1892. Hann keypti tann fyrsta bilin, sum kom til Føroyar 6. mai í 1922, saman við Johannes Olsen undir Kletti í Havn. Johannes Olsen fekk koyrikort nr. 1 í Føroyum tann 23. august í 1923, meðan Júst Sivertsen sama dag fekk koyrikort nr. 2. Føroya Tele. Føroya Tele er størsti veitari av kunningar- og fjarskiftistænastum í Føroyum. Samtakið Føroya Tele er móðurfyritøka, sum hevur dóttirfeløgini FT Net, FT Samskifti og Televarpið. Stjóri í Føroya Tele er Jan Ziskasen. Søgan. Fyrsta telefonlinjan bleiv sett upp í 1905 av Ólavi á Heygum í Vestmanna (sí meiri á Telefon í Føroyum). Føroya Løgting yvirtók í 1906 hesa linjuna og stovnaði felag, ið fekk navnið "Færøernes Amtskommunes Telefonvæsen". Seinni fekk felagið navnið "Telefonverk Føroya Løgtings" (vanliga nevnt "Telefonverkið"). Í 1930 vóru allar bygdir í Føroyum knýttar á telefonnetið, tó undantikið Suðuroyggin, sum bert hevði radiotelegrafsamband við Tórshavn. Í 1954 kundi man á fyrsta sinni ringja til útlandið - fyrst var tað bert til Danmarkar. Í 1989 kom fartelefoni til Føroya. Í apríl 1998 varð stovnandi aðalfundur hildin fyri at stovna Telefonverkið sum alment partafelag. Hetta nýggja partafelagið fekk navnið Føroya Tele. Føroya Løgting eigur framvegis allan partapeningin í Føroya Tele. Frá 1. januar 1999 avtók Løgtingið einkarættin hjá Føroya Tele at reka fjarskiftistænastur í Føroyum. Hetta førdi við sær, at onnur feløg stungu seg upp og bjóðaðu fram fjarskiftistænastur. Í 2002 varð Televarpið stovnað. Á sumri 2004 flutti høvuðssæti hjá Føroya Tele í Havn inn í nýggjan snotiligan bygning, ið hevur fingið navnið Klingran. Í 2005 vóru dótturfeløgini FT Net og FT Samskifti stovnað. Í 2007 keypti Føroya Tele meirilutan av Formula.fo Í 2008 varð SHEFA-2 kaðalin tikin í nýslu, sum FT hevur lagt millum Føroya, Hetland, Orknoyggjar og víðari til meginlandið. The New York Times. The New York Times er eitt amerikansk tíðindablað við nationalum og internationalum tíðindum. Pappírsútgávan verður prentað í 900.000 eintøkum gerandisdagar og sunnudagar verða 1,4 mió eintøk av New York Times prentað. Blaðið varð stovnað í 1851 og hevur vunnið 122 Pulitzer virðislønir. Mozilla Firefox. Mozilla Firefox er ein internet kagi, eitt forrit, sum ger tað møguligt at síggja heimasíður. Flest øll kenna til Internet Explorer frá Microsoft, sum eisini er ein slíkur brovsari. Aðrir kendir internet kagar eru t.d. Google Chrome, Safari og Opera. Japan Today. Japan Today er eitt tíðindablað á internetinum, ið varð stovnað í 2000 í Tokyo, Japan. Japan Today skrivar greinar um ymisk evni á enskum. Dagbladet Information. Dagbladet Information heldur til í Sankt Annæ Passage Dagbladet Information er eitt danskt tíðindablað, ið varð stovnað hin 5. mai 1945 av Børge Outze. DesignPhoto. DesignPhoto er eitt sjálvstøðugt virki, sum bjóðar loysnir til fyritøkur og einstaklingar, innan fotografering, webdesign, heimasíðusmíð, netumsiting og lýsingara til faldarar og bløð. Føroya Arbeiðsgevarafelag. Føroya Arbeiðsgevarafelag er eitt meginfelag fyri vinnuna. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur til í Vinnuhúsinum í Havn. Phuket. Phuket (Tailandskt: ภูเก็ต) (fyrr: "Tha-Laang" ella "Talang") er ein oyggj og ein landslutur í Tailandi, Phuket liggur har suðuri í landinum. Oyggin er tann størsta í Tailandi og er eitt vælumtókt ferðamál. Buddisma er tann størsti átrúnaðurin í Phuket. Síðan 1980'ini hevur Phuket ment seg sum ferðavinnuoyggj, har eru fleiri vælumtóktar strendur, eitt nú Patong Strondin, Karon Beach, Kata Beach, Nai Harn Beach og Bang Tao Beach. Hin 26. desember 2004 varð oyggin hart rakt av einari tsunami, sum skolaði inn yvir oynna og legði stórar partar av oynni í oyði og kostaði umleið 250 mannalív. Uppaftur fleiri lótu lív í grannalandslutinum Phang Nga, har umleið 4000 fólk lótu lív. Phuket er bundið saman við meginlandið við tveimum brúgvum. Oyggin liggur tætt við vesturstrond Tailands. Oyggin var væl fyri fyrr í tíðini orsakað av tin- og gummiídnaði. Oyggin lá á einari stórari handilsrutu millum India og Kina og varð ofta nevnd í loggbókunum hjá fronskum, enskum, hollendskum og portugisiskum sjófararum. Í dag er ferðavinna høvuðsvinnan. Phuket er 576 km2 til støddar, íbúgvaratalið er umleið 500.000. Oyggin hevur tropiskt klima, ella tropiskt monsunveðurlag, har tað er turt frá november til apríl og regntíð frá mai til oktober. Hitin er á leið tann sami árið runt, tá tað er heitast er um 29 til 33 °C, tá tað er kaldast er um 23 til 26 °C. .gb. .gb var økisnavn hjá Stóra Bretlandi, men verður ikki longur nýtt. Í staðin nýtir Stóra Bretland økisnavnið.uk. Pag-Asa. Oyggin Pag-Asa er hersett av filipinskum hermonnum. Fýra onnur lond hava sett fram krav uppá oynna, sum er í Spratly oyggjabólkinum í Suðurkinahavinum. Oyggin er so oyðin, at filipinsku hermenninir fáa eyka gjald fyri at tíma at vera har. Umframt Filipsoyggjar hava Kina, Maleisia, Teivan og Vjetnam kravt yvirvaldsrætt til oynna. Spratly oyggjar. Spratly oyggjarnar (kinesiskt; "南沙群島", fillipskt; "Kapuluan ng Kalayaan", maleisiskt; "Kepulauan Spratly", vjetnamesiskt; "Quần Đảo Trường Sa") liggja í Suðurkinahavinum, og eru hesar meira enn hundrað oyggjar og hólmar, sum liggja í ein øki, sum er kent fyri fiskiríkidømi. Eisini eru møguleikar at finna olju og gass í økinum. Umleið 45 av oyggjunum eru hersettar av smærri herdeildum úr Filipsoyggjar, Kina, Maleisia, Teivan og Vjetnam, sum halda seg eiga. Oyggj. Lítla Dímun er minsta oyggj í Føroyum Tindhólmur er Føroya størsti hólmur, hann er 6500 m² til støddar og 262 metrar høgur, ov lítil til at vera ein oyggj eftir føroyskum mátum. Ein oyggj er land við sjógvi í allar ættir. Ein oyggj er størri enn hólmur og sker. Tað er ymiskt hvussu ein oyggj verður definerað. Í Føroyum siga vit, at Lítli Dímun er minsta oyggin, Lítla Dímun er 0,82 km² og 414 metrar høgur. Mykineshólmur og Tindhólmur eru rættiliga stórir, og vildu kanska verði nevndir oyggj onkra aðra staðni, men í Føroyum verða hesir hólmar sæddir sum hólmar og ikki sum oyggjar. Sjógvur. Sjógvur er samfeld heild av søltum vatni ið fevnir um jarðarknøttin og skilur meginlondini hvørt frá øðrum. Havið fevnir um 70 prosent av heimsins ýti og er av umleið 1,368 milliardum kubikkilometrum av vatni. Miðaldýpdin í havinum er umleið 3 729 metrar; umleið 60 prosent av havinum er djúphav. Størsta dýpi er Challengerdýpið í Marianugrøvini ið er umleið 10 971 metrar undir havfløtuni. Saltinnihaldið í heimshøvunum er lutfalsliga støðugt, 3,5 prosent. Saint Martin. Saint Martin (niðurlendskt "Sint Maarten"; franskt "Saint-Martin") er ein lítil oyggj í Karibia. Oyggin, ið er partur av Smáu Antilloyggjum, liggur 240 km eystanfyri Puerto Rico og beint sunnanfyri Anguilla. Sunnari partur og norðari partur. Marknasteinur á markinum millum niðurlenska og franska partin. Oyggin er býtt sundur í tveir partar. Sunnari parturin av oynni eitur "het land Sint Maarten" og er eitt "land" í Kongadømi í Niðurlondum. Sint Maarten hoyrir tó ikki til sjálv Niðurlond, ið er, líkasum Aruba og Curaçao, einans eitt av teimum fýra londum í Kongadøminum. Sint Maarten hoyrir heldur ikki til ES og nýtir bæði egið gjaldoyra (antillanskur gyllin, ANG) og amerikanska gjaldoyra (USD). Høvuðsstaðurin í Sint Maarten eitur Philipsburg. Norðari parturin av oynni eitur "Collectivité de Saint-Martin", hoyrir politiskt til Frakland og er ein partur av ES, men ikki av Schengen-økinum. Høvuðsstaðurin í Saint-Martin eitur Marigot. Franski parturin nýtir evruna sum gjaldoyra. Oyggin sum ferðafólkamál. Stutta breytin hevur við sær, at flogførini flugva sera lágt yvir strondini undir innflúgving. Eitt KLM-flogfar lendir á flogvøllinum. Sólfullar strendur lokka ferðafólk til, men ógvusligu lendingarnar ræða eisini summi, ið als ikki halda tað vera stuttligt at flogførini undir lending bert eru metur yvir høvdi teirra. Har aftur ímóti er oyggin vorðin ferðamál hjá flogfjepparum, sum fegnir vilja vera nærhendis flogførum, tá tey lenda. Ódnin Irma. Eftir at ódnin Irma, ein av ringastu ódnunum sum fólk vita um í økinum, hevði herjað í 2017, vóru 95 prosent av franska partinum av karibisku oynni St. Martin løgd í oyði.. Stóri Pápi. Stóri Pápi (enskt: Big Daddy) er ein amerikanskur skemtifilmur úr 1999. Allur filmurin er spældur inn í Manhattan, New York City. Høvuðsleikarar í filmurin eru Adam Sandler (Sonny), Joey Lauren Adams (Layla) og Jon Stewart (Kevin). Filmurin eru framleiddur í USA. Søgugongd. Sonny sum er 32 ára gamal vil ikki verða vaksin. Hann rennur undan øllum, sum bara líkist ábyrgd, til unnustan hóttir við at gera tað liðugt.Nú ættleiðir Sonny ein fimm ára gamlan drong bara fyri at prógva, at hann saktans kann vera ábyrgdarfullur og vaksin. Men Sonnysa fatan av pápaleiklutinum er ikki í samsvar við tað, sum onnur halda. Filipsoyggjar. Filipsoyggjar (filipinskt: "Repúbliká ng̃ Pilipinas", enskt: "Republic of the Philippines") er eitt stórt land í Landsynningsásia. Filipsoyggjar hava 100 mió. íbúgvar í 2014. Tað hevur verið ein stórur fólkavøkstur á Filippinunum seinastu árini. Frá 1990 til 2008 vaks fólkatalið við 28 milliónum, sum er 45 prosent. Høvuðsstaðurin nevnist Manila, og størsti býurin er Quezon City. Almennu málini eru tvey í tali, tagalog og enskt. Í næstan 400 ár vóru Filipsoyggjar undir Spania, og landið er kallað upp eftir spanska konginum Filipi 2. Í 1898 legði USA Filipsoyggjar undir seg og hevði ræðið, til landið gjørdist frælst ríki í 1946. Einki land í heiminum verður so illa plágað av náttúruvanlukkum sum Filipsoyggjarnar. Har eru umleið 20 ódnir um árið, og jarðskjálvtar eru rættiliga ofta. Fólkið. Har búgva yvir 90 000 000 fólk, og almenna málið har er tagalog, men tey flestu fólkini duga enskt. Høvðusstaðurin eitur Manila og har búgva yvir 1 600 000 fólk. Flestu filipinar eru av maleiskari ætt, men har eru eisini kinverskir tilflytarar og mestitsar, fólk av blandaðum blóði. Í summum fjarskotnum og avbyrgdum oyggjum í Filipsoyggjum búgva fólk, ið liva sum veiðifólk og savnarar og lívbjarga sær við at fiska, veiða dýr, henta ber, savna frukt og grønmeti. Hesi upprunafólk eru ímillum tey seinastu í heiminum, sum liva soleiðis, men tilvera teirra er hótt, tí at skógirnir, har tey halda til, verða høgdir niður. Átrúnaður. Viðgitni rannsóknarfarin Magellan var fyrsi maður, ið boðaði filipinum katólska trúgv, tá ið hann á ferð síni kring jørðina fór í land í oynni Cebu í 1521. Meðan spaniamenn ráddu, tóku mangir filipinar við katólskari trúgv, og hon gjørdist átrúnaður um alt landið uttan í syðstu oynni Mindanao, har stórur partur av fólkinum er muslimskt. Ymiskir trúarbólkar eru í Filippinunum, og nógv tann størsti er katolikkar umleið 83 %, síðan protestantar 8 %, muslimar 5 %, óheft filippinsk kirkja 3 % og animistar 3 % og buddistar 3 %. Búskapur. Fyrr vóru Filipsoyggjar ímillum tey ríkastu londini í Asia, men seinastu 50 árini eru tær heilt dotnar burtur ímillum, skulu tær bera seg saman við grannalond síni. Helvtin av fólkinum livir í fátækradømi, og mangir filipinar verða noyddir at fara av landinum at arbeiða, so at teir kunnu breyðføða seg og síni. Um 2 % av vinnuføra fólkinum arbeiða uttanlands og senda pening heim til húski sítt at liva fyri. Hvørt ár senda filipinskir fremmandaarbeiðarar um 7 milliardir krónur heim til landið. Kokospálmin trívst væl í heita og slavna veðurlagnum í Filipsoyggjum og ber frukt í næstan 70 ár. Nøtirnar hanga í tyssum, einar 15-20 nøtir í hvørjum, og tá ið tær eru búnar, verða tær slignar niður við bambusstongum. Bara Indonesia dyrkar meiri meiri kokosnøtir enn Filipsoyggjar, og einki annað land í heiminum ger so nógv kopra, sum fræhvítin inni í nøtini verður nevndur. Filipsoyggjar flyta út nógva vøru, sum verður gjørd úr kokosnøtum. Alt á kokospálmanum kann verða nýtt. Røturnar verða nýttar til heilivág og litevni, bulurin til við og trækol, bløðini til tekjur og flættað til kurvar og mottur. Úr nøtini fæst matur og ráevni til mottur, smyrsl og sápu. Ifugaofólkið hevur í mong túsund ár velt í fjallalendinum í norðara parti í oynni Luzon. Tað, sum eyðkennir landslagið her, eru vandaliga løgdu rísbríkarnar, sum eru laðaðar langt niðan í brøttu líðirnar. Mong ferðafólk koma eisini at síggja fornu rísbríkarnar, ið eisini verða kallaðar áttanda undurverk heimsins. Men allir rísbøndur í Filipsoyggjum dyrka ikki rís sum ifugaaofólkið. Altjóða Rísgranskingarstovnurin hevur sætið í Filipsoyggjum og hevur alt fram nýggj ríssløg, sum hava fleiri korn á aksinum; stovnurin hevur eisini ment maskinur at sáa og heysta við. Nógv náttúrutilfeingi er í landinum, m.a. gull, kopar og krom. Týdningarmestu landbúnaðarvørurnar, ið verða fluttar út, eru tubbak, sukur og frukt. Landafrøði. Filippinirnar eru umleið 300 000 km2Indonesia og Japan; har er tíðum jarðskjálvti, sum stundum ger stóran skaða. Filipsoyggjar hava tropiskt veðurlag, og helmingurin av oyggjunum er skógvaksin. Tann parturin av oyggjunum, har turrtíðin er í longra lagi, er savannuvaksin. Slættlendini og niðari parturin av brekkunum eru velt til rís, mais og sukurrør. Oyggjarnar eru tær flestu avvaksnar við kokuspálmum fram við øllum bakkanum, tí kokuspálmanum dámar væl tann nógva sjóráman. Filipsoyggjar eru mitt í eldkringi, sum hinar oyggjarnar í Landsynningsásia eru uppií. Tær eru eisini beint á leiðini, har hørðu tropisku ódnirnar ganga. Tí hevur filipinska fólkið verið hart roynt av náttúruvanlukkum. 7107 oyggjar eru í landinum, av teimum eru um 1000 bygdar. Mesta fólkið býr í oynni Luzon fyri norðan, og har er høvuðsstaðurin Manila. Á hvørjum ári eru einar 20 tropiskar melduródnir, nevndar týfonir, í Filipsoyggjum. Ódnirnar eru harðar, og vindferðin kemur upp í einar 100 km/t; og øgiligur uppgangur. Mong fólk umkomast, og túsundtals hús verða tikin av grundum. Ringast statt er altíð á láglendinum, men fólk mega vera har, tí at lítið er av dyrkilendi aðrastaðni. Jørðin í láglendinum er eisini bílig at keypa. Søga. Filipsoyggjar eru einasta kristna land í Ásia, og katólska kirkjan hevur stóra ávirkan á gerandisdag fólksins. Orsøkin til, at kristindómurin er so markantur har, er at landið bleiv hertikið av spaniólum í 1565 og var hersett í 333 ár til 1898. Oyggjarnar eita eftir spanska konginum Filip 2. Tá ið spania tapti í kríggi ímóti USA, máttu teir selja Filippinirnar til USA. Filippinirnar fingu sjálvstýri 4. juli 1946. Síðan 1965 hevði Ferdinand Marcos (11. september 1917 – 28. september 1989) havt valdið í Filipsoyggjum; harðræðisstýri hansara køvdi alla mótstøðu, armaði landið og elvdi til mikla misnøgd ímillum fólkið. Hann stýrdi við harðari hond, svikaði hvørja ferð, val var, til tess at hava valdið, og stjól til sín sjálvs ovurstórar ognir frá landi og fólki. Fremsti andstøðingur hansara var Benigno Aquino (27. november 1932 – 21. august 1983), ið viðhaldsmenn Marcos drupu í 1986. Andstøðan ímóti einræðisstýrinum flyktist síðan um einkjuna eftir Benigno, Corazon. Í 1986 gjørdi Marcos grovt valsvik á tjóðartingsvalinum. Herurin setti seg upp ímóti honum, og hann mátti flýggja til USA. Frú Aquino tók við valdinum og vann stórsigur á valinum árið eftir, og fólkaræði varð aftur sett í gildi. Ferdinand Marcos. Ferdinand Emmanuel Edralín Marcos (11. september 1917 – 28. september 1989) og kona hansara, Imelda Marcos, stýrdu Filipsoyggjum, sum áttu tey alt landið einsamøll. Tey stýrdu øllum politiskum og fíggjarligum viðurskiftum og stjólu ovurstórar ognir frá filipinska fólkinum. Meðan Marcos var í útlegd í USA, skuldsetti nýggja filipinska stjórnin hann fyri at hava lagt sær og sínum 100-tals milliónir til síðis. Corazon Aquino. María Corazón Sumulong Cojuangco-Aquino (25. januar 1933 - 1. august 2009) var ein filipinskur politikari. Hon fór treyðug upp í politiskt virksemi, tá ið maður hennara, andstøðingurin Benigno Aquino var myrdur í somu løtu, hann steig út úr flogfarinum á flogvøllinum í Manila, júst afturkomin úr útlegd, sum hann hevði verið í síðan 1983. Men Corazon kom at ganga undan í uppreistrinum ímóti Marcosi. Tá ið Marcos flýddi, tók hon við og gjørdist forseti í Filipsoyggjum, til hon tók seg aftur í 1992. Manila. Manila (filipinskt "Lungsod ng Maynila" ella "Siyudad ng Maynila") er høvuðsstaðurin í Filipsoyggjunum. Manila er ein av heimsins mest fólkaðu býum og har búgva 21,2 milliónir fólk, tá ið forstaðirnir eru taldir við. Umleið 35 prosent av hesum búgva í slummum, sambært Heims Heilsustovninum WHO. Stórir partar av høvuðsstaðnum í Filipsoyggjum eru niðan sjóvar, tí er javnan vatnflóð í býnum í regntíðini. Tær um 21 milliónirnar í høvuðsstaðnum á Filippinunum verða oftari og oftari raktar av vatnflóð. Fólk sum búgva úti við strondina í Manila eru millum tey sum verða harðast rakt av globalu upphitingini. Tað stendur millum annað í einum uppriti til eina ST-rapport um veðurlagstrupulleikar í 2014. Fleiri milliónir fólk fara helst at mista heimini av vatnflóð, hungursneyð og hægri sjógvi, ávarar frágreiðingin. Fleiri broytingar av veðurlagsbroytingunum eru longu sjónligar. Spaniamenn tóku Manila í 1571, styrktu býarmúrin og gjørdu býin til høvuðsstøð í ásiatiska hjálandaríki sínum. Manila hevur í øldir verið týdningarmikil handilsbýur, og higar komu keypmenn úr so fjarskotnum londum sum Miðeystur, India og Japan. Nú er Manila lívligur stórbýur, har búgva 21 milliónir fólk. Í juni 1991 fór gosfjallið Pinatubu norðan fyri Manila at goysa. Gosfjallið goysti øsku og grótbræðing ógvisliga í 10 dagar. Eftir stuttari tíð varð landslagið hult undir eini 7 m. tjúkkari urð. Ógvisligt avfall broytti landslagið til eitt veldugt runudíki, sum fylti dalar og tipti áir. Aetafólkið, ið búði har, misti hús og jørð eftir einari nátt. Í Manilla er stórt fjall. Ólikt øðrum fjøllum er tað ikki av gróti, men av ruski. Hvønn dag koyra ruskbilar úr Manila út hagar við húsarhaldsruski. Hópin av fólki, enntá børn heilt niður í fýra ára aldur, halda til á hesum fjalli og vinna sær til lívsins uppuhald; leita eftir fløskum, pappi, plasti og tíllíkum, ið tey selja til endurnýtslu. Bergen. Bergen er næststørsti býur í Noregi. Býurin liggur á Vestlandinum í Norra. Á fornnorrønum varð býurin nevndur Bjørgvin. Í 2020 hevði Bergen 283.929 íbúgvar. Søga. Sambært søgunum grundlegði Ólavur Kyrri kongur Bergen á einum grønum slætta millum tey 7 fjøllini, sum liggja rundanum býin. Tað hendi sambært søgunum í 1070. Í miðøldini var hann ein høvuðshandilsbýurin í Norðurlondum, og har hildu týsku keypmenninir (hansarnir) til. Enn síggjast á bryggjuni hús, ið teir bygdu. Býurin var høvuðsstaður í Noregi 1217-1314. Í ár 1600 var Bergen størsti býur í Norðurlondum við umleið 15 000 íbúgvum. Hann hevur líka upp til okkara dagar verið ein nátturligur miðdepil fyri handil. Í 2020 hevði Bergen 950 ára hátíðarhald. Býurin. Vøkur træhús og flisalagdar gøtur eyðkenna Bergen. Í gamla býarpartinum framvið bryggjuni eru fleiri gomul træhús varveitt, og finna vit í dag í hesum húsum góðar matstovur, klædnahandlar o.l. Hesin býarparturin er eitt av best umtóktu ferðamálunum í býnum. Bergen liggur eisini bert umleið 1,5 tíma í bili frá kenda skíøkinum Voss. Náttúran er vøkur við Bergen, og skjótt er at uppliva vakrar firðir, høg fjøll ella opið hav. Í økinum er eisini eitt ríkt byggilist, mentanarlív og spennandi forminnissøvn. Eisini má nevnast stórsligna konserthúsið Grieg-hallen. Uttan fyri býin eru fleiri oyggjar, sum verja fyri havalduni, so har er avbera góð skipahavn. Ógvuliga nógvur fiskur verður upplagdur í Bergen og síðan avskipaður til suðurlond. Millum og Føroyar var nógv samband fyrr í tíðini. Suzanne Fisher Staples. Suzanne Fisher Staples er amerikanskur rithøvundur, fødd 27. august 1945 í Philadelphia í Pennsylvania. Hon hevur útbúgving í enskum bókmentum og politologi. Hon hevur starvast sum tíðindafólk fyri United Press International í tíggju ár. Har hon hevur búð í Hongkong, India, Bangladesj, Pakistan, Afghanistan, Nepal, Sri Lanka, New York og Washington DC. Hon hevur síðan starvast á Washington Post. Hon býr nú í Chatanooga í Tennessee. Roald Dahl. Roald Dahl (13. september 1916 – 23. november 1990) var bretskur rithøvundur, føddur í Llandaff í Wales. Foreldrini vóru norsk, og pápin og ein systir doyðu longu, tá ið Roald var trý ára gamal. Hann hevði stóra virðing fyri mammuni sum var gift tvær ferðir og átti fýra børn, umframt tvey stjúkbørn. Hann hevur brúkt mammuna sum fyrimynd fyri ommuna í bókini Heksirnar. Í 1942 hitti hann C. S. Forester sum skrivaði Captain Hornblower. Hann eggjaði honum til at skriva. Fyrstu fimtan árini skrivaði Roald Dahl stuttsøgur til vaksin, men so fór hann at skriva til børn. Tær fyrstu søgurnar vóru søgur, hann fann uppá at fortelja fyri døtrunum Oliviu og Tessu. Hann hevur sjálvur sagt at: ”Tað er torførari at skriva barnabøkur (enn bøkur til vaksin). Tað er verri at halda áhuganum hjá einum barni fastum, tí eitt barn fær ikki hugsavnað seg sum ein vaksin. Barnið veit, at sjónvarpið er inni við síðuna av. Tað er hart at fanga hugin hjá einum barni, men tað er stuttligt at royna.” Hann hevur skrivað ein hóp av barnabókum m.a. James And The Giant Peach (1961), filmatiserað í 1996, Charlie And The Chocolate Factory (1964), filmatiserað í 1971 og 2005, Dánjal Á Fuglaveiðu (1975 á føroyskum 1997) var gjørdur til sjónvarpsfilm í 1989, Heksirnar (1983 á føroyskum 1998) var filmatiserað í 1990. Tá ið bókin Matilda kom út í Onglandi í 1988, sló hon øll sølumet við hálvari millión eftir hálvum ári. Hon er síðani gjørd til film í 1996. Roald Dahl trúði fult og fast uppá, at tað var sera týðandi at fáa børn at lesa bøkur. Hann verður eisini hildin at vera høvundur, sum hevur dugað sera væl at funnið evni, sum fangar børn og at brúka eitt mál, sum er lætt og spennandi at lesa. Vodafone. Hey er partafelag, ið bjóðar fjarskiftistænastur í Føroyum. Tá fyritøkan varð stovnað nevndist hon Kall. Fyrsti stjórin í Kall var Bjarni A. Bjarnason. Verandi stjóri er Gudny Langgaard. Vodafone var høvuðsstuðul hjá bestu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum í trý ár, frá 2008 til og við 2011. Deildin var tá nevnd Vodafonedeildin. Søga. Eftir at Føroya Løgting hevði avtikið einkarættin á fjarskiftisøkinum í 1999, kundu onnur koma inn á marknaðin og kappast við táverandi Telefonverk Føroya Løgting (nú Føroya Tele). Kall varð stovnað summarið 1999 av Ólavi Ellefsen, Ólavi Gregersen, Jónsveini Joensen og Terja Durhuus. Firouz Gaïni. Firouz Gaini, føddur 1972, er føroyskur antropologur og høvundur búsitandi í Havn. Gaini vardi sína doktararitgerð um ungdómsmentanir í Føroyum á Fróðskaparsetri Føroya í 2007. Hann er fyrrverandi formaður í Amnesty International (Føroyadeild) og Fróðskaparfelagi Føroya. Hann hevur eisini verið virkin nevndarlimur í Barnabata. Hann hevur verið ritsjóri á fleiri tíðarritum - t.d. Fjølni, Braga og Fróðskaparritum. Síðan 2013 er hann eisini í ritsjórnini hjá BARN - Forskning om barn og barndom i Norden. Firouz eigur tríggjar døtur - Simonu, Elin og Rachel. Hann er abbasonur Sigurð Joensen. Brot úr bókini Miðlar, mentan & seinmodernitetur (2008):. "Føroyskur ungdómur hevur ikki áður verið fyrimál hjá fólki, ið granskar føroyska samfelagið. Granskingin, hvørs úrslit nú fyriliggja, umboðar fyrstu veruligu roynd at lýsa ungdómin í landinum vísindaliga. Endamálið við verkætlanini hevur verið, at hyggja nærri at ungdóminum í landinum í dag úr einum mannfrøðiligum sjónarhorni. Og hóast feltarbeiðið fór fram í høvuðsstaðnum, umfatar verkætlanin alt landið, tí nógv innsavnað tilfar er av bygd." "Ungdómurin er á ferð, á vandaferð, frá tryggari tilveru sum barn til ørkymlandi vaksnamannalív við ábyrgd. Ungdómstíðin er, í heimsmyndini hjá vaksnum, full av mýtum og fordómum, ið romantisera og hálova fría ungdómslívinum ella vanæra ungdómin, tí hann verður skýrdur at umboða vandamiklastu hóttanina ímóti skili og ordan í samfelagnum" Brot úr bókini Oyðimarkarbrúðurin (2010):. "Úr flogfarinum er býurin einans stjørnugrús, ið hýsir svøvnleysum mannasamfelag. Kanska ein stuttan ófriðarligan blund, síðan er býurin aftur á fótum. Reglubundnar rørslur - aftur og aftur - sjálvvirkandi ljóð og undirstreymar av hugmyndum og kenslum gjøgnum fólkahavið. Blunda - og tú sært framvegis múrarnar og bygningarnar. Halt fyri oyruni - og tú hoyrir framvegis gníst, ýl og murr býarins. Tað slepst ikki undan. Býurin er í blóðinum. Túsund gøtur, sum tú ongantíð fert at kenna. Túsund andlit, sum tú ongantíð fert at síggja. Túsund heim, sum tú ongantíð fert at vitja. Og tó ert tú "metropolis" klødd í hold" Brot úr 'The Adversity of the Heroes of the Past' (grein) í bókini Among the Islanders of the North (2011):. "For thirteen centuries men have been dramatis personae in Faroese society. The Vikings settling the islands during the eighth century AD stil mirror the macho ideals of many young men. Men symbolized the potency of the nation as retold in numerous songs and ballads. The venerated heroes of the past find themselves caught in a maelstrom of identity turmoil in the opening of the 21st century. They face a dilemma when contemporary society demands men to follow incongruent paths towards traditional and late modern maleness. It is an impossible mission, forcing them to choose new styles and values [...] Masculinities are changing and reflect social and cultural developments in contemporary late modern society. The cultural capital that secures prosperity and success in life is changing character" Brot úr bókini Atlantic Wayfarers (2015):. "The small scale and transparency of society makes it unimaginable for anyone to hide from the family without first leaving the islands. More or less immediate relatives are always nearby. Faroe Islanders living abroad often stress the hardship of being separated from the loved ones [...] Social interaction between relatives, expected to be based on consanguinity, is, interestingly, in many cases professional cooperation in a working context or just coincidental [...] Spatial attachment is often mistaken for family attachment, even if family and local identities indeed are intertwined and interrelated. Cognatic kinship, as in the Faroese context, is quite flexible and gives individuals considerable freedom of choice concerning social bonds" Rinkeby. Rinkeby er ein býarpartur í Rinkeby-Kista, Stockholm, Svøríki. Rinkeby hevði 15.051 íbúgvar 31. desember 2007. Rinkeby er m.a. kent fyri tað høga talið av tilflytarum við øðrum uppruna enn svenskum. 89.1% av íbúgvunum í Rinkeby høvdu antin fyrsta ella annað ættarliðs tilflytarabakgrund hin 31. desember 2007. Rinkebyskolan. Rinkebyskolan liggur í einum býarparti við Stokkhólmur (Västerort), har flestu í búgvar eru innflytarar. Næmingarnir eru úr 62 ymsum londum og tosa 30 ymisk mál. Mest væleydnaða skúlaverkætlan í Norðanlondum hevur onkur nevnt henda skúlan. Krea. Krea er ein føroysk lýsingarfyritøka í Runavík, ið varð stovnað í 2003. Fyritøkan hjálpir stovnum og virkjum við teirra marknaðarføring. Arbeiði teirra fevnir um alla grafiska sniðgevan, hetta inniheldur bæði búmerkir, heimasíður, lýsingar og eisini prentlutir. Endamálið hjá Krea er at nøkta tann vaksandi tørvin hjá einstaklingum og virkjum innan internettænastur. Krea varð stovnað í 2003 av Egil Olsen, Oddmar Suna Olsen, Eyðun Anthoniussen og Bárður Hammer og hava teir átt fyritøkuna frá 2003 til 2015, tá ið fyritøkan var seld til nýggjar eigarar. Nýggju eigararnir eru Reimund og Jaspur Langgaard og Kajsten Højgaard. Kajsten hevur starvast sum forritari í fyritøkuni øll árini. Jaspur Langgaard er nýggjur stjóri í felagnum. Hjá Krea starvast í 2016 tíggju fólk. Business-Line. Business-Line veitir vitan um øll parta- og smápartafeløg, ið eru skrásett í Føroyum. Business-Line er ein datagrunnur, ið inniheldur uplýsingar um m.a. roknskapartøl og aðrar viðkomandi upplýsingar um feløgini. Teir mongu leitimøguleikarnir gera tað skjótt og lætt at arbeiða við Business-Line. Stjórin á Business-Line eitur Finnur Sivertsen, ið hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur og vinnuløgfrøðingur frá Aalborg Universiteti. Í 2007 tók hann toppleiðaraútbúgvingina Top Governance innan stjórn og nevnd. Fossabrugv.fo. Fossabrugv.fo er ein síða, ið sigur eitt sindur um felagið, ið arbeiðir innan timburarbeiði, og annað. Johnny Cash. John R. "Johnny" Cash (26. februar 1932 í Kingsland, Arkansas - 12. september 2003 í Nashville, Tennessee) var ein víðagitin og væl umtóktur countrysangari og mettur at vera ein av heimsins kendastu countrysangarum nakrantíð. Til samans hevur Johnny Cash givið meira enn 200 útgávur út, harav 55 studioútgávur. Sum smádrongur misti hann beiggja sín í eini vanlukku, og pápin brigdaði Johnny fyri vanlukkuna. Hetta hevði stóra ávirkan á lív hansara. Longu sum ungur á bummullarbóndagarðinum í Arkansas var hann kendur fyri at vera sera avgjørdur og miðvísur, sum seinni gjørdist hansara vørumerki. Eftir at hava verið í flogherinum royndi hann at koma sær fram sum sangari og tónleikari, og um somu tíð varð hann góður við June Carter, sum longu er kend sum sangari. Johnny Cash var aktivur frá tíðliga í 1950-unum til hann doyði í 2003. Tíðliga í 1990-unum fór hann undir tað, sum fekk navnið American Recordings, har hann spældi løg hjá kendum amerikanskum bólkum. Millum tað, sum er vorðið kendast eru Rusty Cage hjá Soundgarden, One hjá U2, Hurt hja NIN og fleiri aðrir. Har komu 5 American Recordings, og eftir deyða hansara kom Unearthed, sum er ein kassi við eini 6 fløgum. Johnny hevur eisini vunnið 12 Grammy Awards, havt 9 fløgur nr. 1 á Billboard, og 15 stakløg nr. 1 á Billboard. Hann hevur selt til samans 90 milliónir fløgur. Tjóðardagur Noregs. Tjóðardagur Noregs er 17. mai. Norski tjóðardagurin minnir um ólavsøkuna við nógvum fólki, tjóðarbúnum, skrúðgongum, hornblástri, ballónum og glaðum fólkum. Børnini hava tó ein størri leiklut har enn á ólavsøku. 17. mai 1814 bleiv Noreg leyst frá Danmark og fekk egna grundlóg. Noreg kom tó at hoyra til Svøríki líka til 7. juni 1905. Her eru tveir týdningarmiklir dagar í søgu Noregs, men hjá norðmonnum er eingin ivi um, at 17. mai er tann dagurin, sum hevur størst týdning, tí tá bleiv grundin til sjálvstýri løgd. Í mun til ólavsøkuna, sum vit bert halda í høvusðstaðnum, verður norski tjóðardagurin hildin kring alt Noreg. Børn úr øllum barnagørðum og skúlum ganga skrúgongu 17. mai. Norðmenn eru stoltir av sínum tjóðardegi. Ecser. Ecser (IPA: //, slovakskt: "Ečer") er ein býur í Pest landslutinum í Ungarn, nærvið Budapest. Grannabýir eru Maglód, Vecsés, Gyömrő og Üllő. Andrea Doria. Andrea Doria var eitt vakurt ferðamannaskip. Fyri italiumenn var hon ein ímynd av endurføðingini av italska flotanum eftir Seinna Heimsbardaga. Um náttina tann 25. juli 1956 var Andrea Doria á veg um Atlantshav og skuldi sigla inn í New York morgunin eftir. Kjaftsvart var í mjørka. Nakrar sjómíl frá var svenska ferðamannskipið "Stockholm" á veg til Evropa. Eisini "Ile de France", eitt gamalt franskt ferðamannaskip, var á somu leið. Uttan at vita av nøkrum sigldu hesi trý skipini við skiparunum Piero Calamai, Harry Gunnar Nordenson og Raoul de Beaudéan á brúnni við beinari kós móti hvørjum øðrum. Hálvtrýss ár seinni koma hendingarnar fram í ljós. John Hagee. John Hagee (12. apríl 1940 í Baytown, Texas), sjónvarpsprestur og stuðul hjá John McCain. Hann hevur sagt Adolf Hitler vera eingil Guds, sum hjálpti jødum at fáa heimlands sítt – Ísrael. Kirkjulið hansara telur fleiri túsund limir. Hann hevur skírt katólsku kirkjuna eina stóra skøkju og segði ódnina Katrinu vera revsing Guds fyri samkynji. The Daily Show. The Daily Show er Emmy virðislønt amerikonsk speisending. Verturin John Stewart og hansara lið av hvøssum reportarum og grovligum viðmerkjarum seta speisamt ljós á politisku hendingarnar í tíðini. Ankara. Ankara er høvuðsstaður Turkalands og næststørsti býur, størsti býurin í Turkalandi er Istanbul. Ankara varð fyrr kendur sum Angora. Í 2013 búðu 5.045.083 fólk í Ankara. Býurin liggur umleið 900-1.050 metrar yvir havið, hann liggur mitt í Anatolia. Turkiska stjørnin hevur sæti í býnum. Býurin er ein týdningarmikil handils og ídnaðarbýur og fleiri jarnbreytir og høvuðsvegir møtast har. Fleiri djórasløg eita eftir býnum, eitt nú Angora-geitin, Angora-kettan og Angora-kaninin. Søga. Ankara er ein sera gamal býur við fornminnum frá Hittittunum, Frygia, Hellenistisku tíðini, Rómverjaríkinum, Bysantinska Ríkinum, og frá Osmaniska Ríkinum. Heyggurin ið er í býnum, er krýndur við leivdum av einari gamlari borg, men bert fáir søguligir bygningar frá tí gamla býarpartinum hava yvirlivað til dagin í dag. Men tað eru tó fleiri væl varðveittir bygningar av Hellenistiskum, rómverskum og bysantinskum arkitektururi, har tað týdningarmesta er Augustus og Róm templið (20 á.Kr.) sum eisini er verður nevnt "Monumentum Ancyranum". Í 1923 avloysti Ankara søguliga býin Konstantinopel sum høvuðsstaður landsins. Nøkur ár seinni varð Konstantinopel nýnevndur og síðan eitur hann Istanbul. Bretska Samveldið. The Commonwealth ella Commonwealth of Nations (føroyskt: Bretska Samveldið) er samgonga ímillum Stóra Bretland og 50 av gomlu hjálondum tess. Onglendingar hava altíð verið eitt siglandi fólk, og væl hevur dámt teimum at leggja lond undir seg. Fólk úr Bretlandi flutti til tey nýggju londini, og enskt kom at verða høvuðsmálið í nógvum av teimum. Um ár 1900 ráddu teir fyri Avstralia, Nýsæland, Kanada, India og einum stórum parti av Afrika, umframt fleiri smærri landspørtum og oyggjum. Tey flestu av hesum londum hava nú fingið sjálvstýri, men eru kortini upp í einum felagsskapi við Bretlandi, soleiðis at Bretlands kongur eisini er kongur í teimum. Chicago. Chicago er ein býur í stakríkinum Illinois í USA. Hann hevur umleið 2,9 mió. íbúgvar og er triðstørsti býur í USA. Orðið Chicago kemur úr Illinois-Miami "shikaakwa" og merkir villleykur. Millum annað liggur fyrrverandi heimsins hægsti bygningur, Sears Tower, í býnum. Men Chicago er sjálvandi nógv meir enn tað. Í 1850 búðu bert 30 000 fólk í Chicago, men í 1890 var íbúgvatalið meira enn ein millión fólk. Mentan. Chicago er ikki gamal býur; í 1830 vóru har bara nøkur fá hús, men nú er fólkatalið 2,7 milliónir. Listarliga er býurin ómetaliga ríkur, og umframt øll hugsandi tónleikanøvn, sum koma hendavegin, eru nógv listasøvn við bæði klassiskari og nútímans list. Fjølbroyttu býarpartarnir Belmont og Wicker Park eru á tremur við barrum og kaféum, har tey ungu hittast, lítlum sølubúðum, har tú fært alt frá vatnpípum og brúktum bókum til heimagjørd klæði, og bíligum konsertstøðum, har alt frá etniskum tónleiki og jazzi til Heavy Metal og elektroniskan tónleik verður spælt. Um 1910 tók jazzurin sær nýggjan høvuðsstað, stórbýin Chicago, norðarlaga í Amerika. Nógvir afroamerikanarar fluttu norðureftir, tí í verksmiðjum á Chicagoleiðini var arbeiði at fáa. Tey tóku jazzin við sær. Mangir tónleikarar, eitt nú Joe King Oliver, Louis Armstrong og Kid Ory spældu sín besta New Orleans-jazz í Chicago. Hvítir tónleikarar fóru at taka eftir teimum. Hesin jazzur varð eyknevndur "dixieland". Dixieland er í m.a. Louisiana. Niðagrísur. Niðagrísur er yvirnáttúrlig sagnvera, ið er hamur av barni, ið er fyribeint ódoypt (ókristnað). Eitt sovorðið barn gongur sambært sagnunum ofta aftur, til tað hevur fingið navn. Niðagrísur er lítil, tjúkkur og bøllutur, sum eitt lítið reivabarn ella stórt noða, dimmóreyður av liti. Hann sigist at vera, hvar nýfødd leysingabørn eru dripin og grivin uttan at hava fingið navn. Hann liggur tí og veltist fyri fótum á monnum, at villa teir burtur av leið; sleppur hann ímillum føturnar á manni, gongur maðurin ikki av ári. Í bønum við bygdina á Skála í Eysturoy stendur ein steinur, sum kallast Loddasasteinur; har lá ofta ein niðagrísur fyri fótum á fólki, sum ferðaðist har í myrkri; ein maður, sum gekk har eina ferðina og hevði mein av niðagrísinum, var illur og segði tá " Hasin Loddasin!", og tá gróv hann seg niður í jørðina við steinin og sást onga tíð aftur, tí tá hevði hann fingið navn. (Færøsk Anthologi s. 332f) Í søgnini um Guttorm í Múla verður sagt soleiðis frá: Ein arbeiðskona í Ónagerði (prestagarðinum á Viðareiði) hevðí dripið eitt leysingabarn og grivið tað niður. Tað gekk aftur sum niðagrísur og fór til Klæmint prest at krevja sín rætt av honum. Kristna jørð vildi tað hava. Ongantíð fekk hann frið fyri tí; um næturnar lá tað og seyg føturnar á honum. Prestur var heilt neyðarsligur, kom upp í tussarak og var illa mentur at ganga. Hann sendi boð eftir Guttormi og kærdi sína neyð fyri honum; hann fór skjótt at doyggja, helt hann. Guttormur bað prestin lata seg fáa kjóla og pípukraga at fara í og geva sær kirkjulyklarnar. Men ikki eitt eyga mátti síggja, skipaði hann fyri; hvør lúka skuldi í topp og eingin hurð gloppast. So mikið var tó kagað, at ein arbeiðskona í Ónagerði fekk at síggja alt eiðið standa sum í einum loga, meðan hann fekst við at beina niðagrísin burtur. Tá ið Guttormur kom aftur, var prestakjólin brendur uppi á honum. Eina kúgv gav harra Klæmint honum í løn aftur fyri hjálpina, og síðani hevði hann frið. (Úr Jakob Jakobsen: Sagnir og ævintýr) Guttormur í Múla. Guttormur í Múla (1657 til 1737) var bóndi í Múla á Borðoynni, sonur Rasmus í Haraldsundi, og tí verður Guttormur skrivaður Guttorm Rasmussen. Guttormur í Múla var tiltikin stinnur í gandi, sum søgnin hjá Jakob Jakobsen um Guttorm í Múla sigur frá. Guttormur Rasmusson var føddur í Haraldssundi uml. 1657, sonur Rasmus Magnusson, men navnið á mammuni er ikki at finna. Men tað sigst at mamma Guttorms, var í slekt við Hans Jørgensen Fynbo prest, tí í einum sakarmáli millum Rasmus og ein kunoying var eitt vitni, sonur Hans Jørgensen Fynbo, ið ikki kundi vitna, tí hann og Rasmus vóru í svágarskapi. Foreldur Guttorms doyðu, áðrenn hann varð tilkomin. Tí mátti onkur taka sær av Guttormi. Guttormur fór allarhelst norður til Múla, at búgva hjá skyldfólki. Men eisini Hanus í Gerðum, sum var maður Annu Berintsdóttir, ið var slektað frá Fynbo presti, sigst at hava tikið sær av Guttormi. Hetta vóru múgvandi, høgt mentað og bókakøn fólk, ið Guttormur hevði tilknýti til. Á lívsleið Guttorms hendi mangt. Hann varð boðin at fara niður uppá landsins besta, men fór ikki vegna forfall, bleiv meldaður av konu síni á vártingi fyri at hava verið við aðrari kvinnu, hjálpti presti við sálarligum trupulleika og bjargaði viðingum úr Drangi norðantil á Viðoynni. Kona Guttorms æt Billa og tey bæði fingu átta børn saman, tríggjar dreingir og fimm gentur. Eftir eitt hendingaríkt lív, andaðist Guttormur í 1737. Harra Klæmint. Clemen Laugesen Follerup (1602 í Vollerup - 30. januar 1688 á Sandi) vanliga nevndur Harra Klæmint úr Jútlandi, var prestur á Sandi frá 1648 til 1688. Harra Klæmint var eisini róptur "rádni prestur"´, tí hann var stinnur í gandi. Harra Klæmint hevur sostatt verið samtíðarmaður við Guttorm í Múla, og einaferð Harra Klæmint var illa sperdur av niðagrísi, sendi hann boð eftir Guttormi, sum var stinnur í gandi, at hjálpa sær, sigur søgnin. Sagt verður um Harra Klæmint, at hann lættliga bar sítt jarðargóðs á herðunum, tá hann kom til Føroya, men tá hann doyði, var hann ríkasti maður í Føroyum. Minnið um hansara grískni livir enn í søgn og søgu, og sjáldan var tað við heiðurligari atferð, at hann ognaðist jarðargóðsið. Søgnin sigur at Harra Klæmint átti ikki minni enn 23 børn. Men í skiftinum eftir Harra Klæmint stendur at hann "bert" átti 15 børn. Ónagerði. Ónagerði er prestagarðurin á Viðareiði. Japanskt mál. "Nihongo" 日本語. Skal lesast uppi frá og niður. Japanskt er alment mál í Japan. Verur kallað "Nihongo" (日本語) á japanskum, sum merkir "japanskt mál". "Nihon" merkir Japan, meðan "go" merkir mál. Egin málætt, ella møguligan skyldskap við koreiskt. Móðurmál hjá yvir 130 milliónum fólkum, meginparturin í Japan. Tað japanska málið hevur nógv lániorð frá Evropa, serliga úr Onglandi frá 19. øld. Til dømis, so eitur ein matstova á japanskum "Resutoran" (レストラン). Japanska skriftmálið. leftJapanskt skriftmál verður skrivað við einari samanseting av trimum sløgum av stavraðum, kinversk tekin "Kanji" (漢字) og tvey sløg av fonetiskum stavraðum, rópt "kana", sum einans vera brúkt í japanskum skriftmáli, "Hiragana" (ひらがな) og "Katakana" (カタカナ). Nýmótans japanskt skriftmál hevur ofta latínskt bókstavarað, nevnt rōmaji (ローマ字). Til dømis, tá fyritøkur verða navngivnar, brúkt í lýsingum og tá japanskur tekstur verður tastaður inn í telduna. Skjaldbøkur. Skjaldbøkur (frøðiheiti - "Chelonia", "Testudines" ella "Testudinata") er ein bólkur av skriðdjórum. Skjaldbøkur eru býttir sundur í 270 ymisk sløg. Tey halda til í heitum sjógvi í Atlantshavi, Indiahavi og Kyrrahavi. Skjaldbøkur eru ymiskar til støddar; tann stóra leðurskjaldbøkan verður 1-3 metrar long og vigar upp ímóti 920 kg. Tann vanliga eysturamerikanska móruskjaldbøkan verður bara 7-12 cm. Súpanarskjaldbøkan og aðrar havskjaldbøkur kunnu svimja 30 km/t. Skjøldurin er umleið 60 samanvaksnar beinplátur. Bakskjøldurin er kúputur; búkskjøldurin er flatari. Landskjaldbøka er lítið broytt seinastu 200 mió. árini. Summar landskjaldbøkur verða eldri enn 100 ár. Í øllum heiminum verður roknað við, at yvir 1 millión sjófuglar og 100.000 havsúgdjór og skjaldbøkur doyggja árliga, tí tey gerðast føst í ella eta burturkast. Elektron. Elektron er partafelag, ið veitur KT-tænastur til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og vinnuvirkir - bæði í Føroyum og uttanlands. Á Elektron starvast umleið 70 fólk.. Søga. Elektron varð stovnað í 1965 av "Føroysku Peningastovnunum og Tryggingarsambandinum" (núverandi Tryggingarfelagið Føroyar). Endamálið var at hjálpa stovnunum við KT-tænastum. Í sjeytiárunum gjørdust nógvar vinnufyritøkur kundar hjá Elektron. Eitt skifti vóru tað fleiri enn 100 fyritøkur, sum fingu teirra bókhald elektroniskt viðgjørt á Elektron. Í samband við at skattaskipanin í 1982 varð løgd á Elektron, gjørdist Føroya Landsstýri medánari av felagnum. Gjøgnum tíðina hevur Elektron veitt KT-tænastur til tryggingar, vinnufyritøkur, almennar stovnar og kommunur, umframt peningastovnarnar. Tað, sum hevur víst seg at vera kjarnuførleikin hjá Elektron, er at útvega, víðarimenna og reka skipanir fyri fyritøkur, serliga fíggjarstovnar og almennar stovnar, umframt at menna og reka undirstøðukervi. Í 2005 var endamálsgreinin hjá Elektron broytt, soleiðis at felagið kann bjóða sínar tænastur fram til allan marknaðin, ikki bert eigararnar. Í apríl 2006 stovnaðu Elektron og telefyritøkan Kall felag, ið skuldi bjóða føroyingum breiðband. Felagið kallaðist F Føroya Breiðband og fekk seinni navnið EITT. Í mars 2007 yvirtók Kall partapeningin hjá Elektron í EITT. Í mai 2007 keypt Elektron partapeningin í KT-fyritøkuni Sam~teld. Hetta var fyri at styrkja sína støðu á føroyska marknaðinum. Í mai 2008 fekk Elektron nýggjan samleika við nýggjum búmerki og nýggjari heimasíðu. Hetta var fyri at vísa, at Elektron er ein nútíðar virkisfúsin og seriøs KT-fyritøka - bæði í Føroyum og uttanlands. Flógvakríggið. Við tí í hyggju at leggja mikla oljuríkidømið í Kuveit undir seg og fáa atgongd til Persaflógva, gjørdi Irak innrás í Kuveit í august 1990. Flógvakríggið brestur á. Eitt fleiritjóðaherlið - 29 lond vóru uppií - við USA á odda rak irakar úr Kuveit í februar 1991, og eftir bardagar í 100 tímar, viðurkendi Irak eina vápnahvíld. Kríggið ímillum Iran og Irak. Í september í 1980 brast kríggj á ímillum Iran og Irak, tá ið Irak royndi at taka hermálsliga týdningarmiklu Shatt al Aráb-veitina í Persaflógva. Kríggið gjørdist skjótt eitt skotgravakríggj, har londini skutu við tungum vápnum og brúktu eiturgass, men hvørgin parturin tók seg inn á hin. Kríggið endaði í 1988 eftir bardagar í átta ár; meir enn ein millión fólk doyðu í krígnum. EITT. EITT er navnið á breiðbandsfelag, sum telefyritøkan Kall og teldufyritøkan Elektron stovnaðu saman í apríl 2006. Felagið kallaðist F Føroya Breiðband og fekk seinni navnið EITT. Í mars 2007 yvirtók Kall partapeningin hjá Elektron í EITT. Eitt er nú farið í søguna og Vodafone hevur yvirtikið alt virksemi. P/F Føroya Breiðband. P/F Føroya Breiðband er navnið á eini fyritøku, ið selur breiðbandssamband í Føroyum, betri kend undir handilsnavninum EITT. Dagmar Overby. Dagmar Johanne Amalie Overbye (23. apríl 1887 í Næstved - 6. mai 1929 í Keypmannahavn) er ræðuligasti danski hópmordarin nakrantíð. Í 1921 verður hon dømd fyri at hava dripið 8 nýføðingar, men hon drap nógv fleiri, eini 25 hava tey mett. Hon kvaldi børnini, og líkini brendi hon í stovuovninum. Hávur. Hávur (frøðiheiti - "Selachimorpha") er stórt fiskaslag við ongari roðslu og hvøssum tonnum. Hávar tola nógv av, og teir hava verið til í milliónir ár. Hávurin er størstur av øllum fiskum, hann er smidligur, hoyrir væl og hevur sera gott tev at finna føði. Hávar verða sagdir at vera livandi steinrenningar. Teir fóru at veiða í sjónum í devontíðini. Hávarnir, sum nú eru, líkjast teimum, ið livdu í juratíðini (208-146 m.á.s.), hóast tað vóru fleiri sløg tá enn nú á døgum. Beinagrindin í hávi er brósk, hon er bleytari enn bein og rennur tí sjáldan í stein. Tað, sum oftast hevur verið varðveitt, eru beinini í fjaðrunum og tenninar. Hávar eru ránsdýr, og hárhvøssu tenninar eru deyðiligu vápn teirra. Í sterku kjálkabeinunum á hávi eru nógvir tanngarðar, og losna ella brotna tenn, vaksa aðrar aftur eftir heilt stuttari tíð. Útbreiðsluøki. Bert fá hávasløg eru vanlig í Norðsjónum og á Føroyaleiðini. Hávasløg eru á víðum havi um alla jarðarklótuna og flest í tropunum. Men tey gera rend norðureftir eisini, til dømis hábrandur og revahávur. Tey eru viðhvørt norðarlaga í Norðsjónum. Revahávur er eisini fingin undir Føroyum. Brugdan er vanligari undir Føroyum og norðarlaga í Norðsjónum. Tvey hávasløg eru tó vanlig bæði undir Føroyum og í Norðsjónum. Annað er hávur, sum í Danmark verður seldur sum matfiskur, nevndur kongaállur. Búskapur. Búskapur er hvussu eitt land nýtir tilfeingi sítt, hvussu tað virkar og býtir vørur sínar og skipar og veitir tænastur sínar. Hjáland. Hjáland er land ið annað land ræður yvir. Ófrælst land. Um 10 mió. fólk í heiminum eru til dømis undir bretskum, donskum, norskum, fronskum, portugisiskum, amerikonskum, nýsælandskum ella avstralskum yvirræði. Henda skipan er leivd frá hjálandatíðini, og ósjálvstøðugu londini eru enn undir hjálandaharrum sínum. Í nøkrum londum verða hesi viðurskifti broytt, til dømis varð Hongkong latið Kina aftur í 1997. Nøkur lond og landøki verða verandi undir útlendskum yvirvaldi av hernaðarligum ella fíggjarligum orsøkum; onnur verða verandi, tí at yvirvaldið og meirilutin av fólkinum í ósjálvstøðuga landinum halda tað verða ov fáment, veikt ella ov fjarskotið til at standa á egnum beinum. Hjálandatíðin frá 1870 til 2. heimsbardaga verður ofta nevnd "imperialisman" (týðir harradømi ella veldi). T.d. verjuleysa Afrika varð lættur fongur hjá imperialismuni. Á fundi í Berlin í 1884 til 1885 býttu stórveldini í Evropa Afrika sínaámillum. Eftir Seinna heimsbardaga tóku hjálondini í Afrika og Asia sær sjálvræði, eitt fyri og annað eftir. Hjálondini í Amerika tóku sær eisini sjálvræði í 18. og 19. øld. Størsta hjálandið, India, tók sær sjálvræði í 1947. Nøkur lond kring heimin hoyra til onnur lond og eru so statt ikki sjálvstøðug. Flestu teirra eru smáar oyggjar. Men talan er eisini um stór lond, so sum Tibet, Grønland, Puerto Riko, Vestursahara og Franska Gujana. Summi lond, ið ikki eru sjálvstøðug, hava eitt ávíst sjálvstýri. Føroyar og Grøn­land, ið hoyra undir Danmark, hava til dømis hvørt sær heimastýri og kunnu sjálv taka avgerðir innan fyri ávís mørk. Onnur lond hoyra heilt og fult til móðurlandið, og kunnu ongar avgerðir taka sjálv. Avgerðirnar verða tiknar í stýrandi landinum, og tað kann vera langt burtur, kanska hinumegin jørðina. Til dømis verður Franska Gujana stýrt úr París í Fraklandi. Amerikanska hjálandaveldið. Undir lýsingartiltakinum "Amerika fyri amerikanarar" í 1823 hevði landið víst frá sær krøv frá Sovjet um hjáland á amerikonsku Kyrrahavsstrondini, og í 1867 keyptu teir Alaska frá russum. Kuba gjørdi í 1895 uppreistur móti tí spanska hjálandaveldinum og skjótt kom USA Kuba til hjálpar. Ikki vardi so leingi, so høvdu amerikanskir herskip og hermenn sigrað á spaniólum, og Kuba varð lýst at vera eitt sjálvstøðugt ríki á pappírinum. Amerikanarar settu tó krav fram um, at teimum skuldi verða loyvt at luttaka í kubanskum politikki, bæði í verjupolitikki, uttanríkispolitikki og peningaviðurskiftum. Undir krígnum við Spania um Kuba hevði USA hersett fleiri sponsk hjálond, slík sum Filipsoyggjarnar, ið lógu heilt yviri í Suðurásia, og Puerto Riko í Karibia. Hesi londini høvdu teir sum hjálond, eftir kríggið var endað. Nærum samstundis hersettu teir tær frælsu Hawaiioyggjarnar, Sámoaoyggjunum, Wake og Guam í Kyrrahavinum við teirri avleiðing, at amerikanski herflotin nú hevði valdið í øllum Kyrrahavinum og í stórum pørtum av Atlantshavinum. Í 1903 kom øll tann amerikanska imperialisman í hæddina. Og tað rímaði ikki serliga væl við frælsishugsjónirnar hjá teimum sjálvum, tá ið USA ognaði sær eitt landaøki inni í Panama, har Panamaveitin varð grivin. Veitin varð opnað í 1913. Tætt eystan fyri Puerto Riko átti Danmark 3 oyggjar, St. Thomas, St. Croix og St. John (á donskum: "De dansk-vestindiske øer"). Tá so fólkið í Jómfrúoyggjunum kravdi at verða leyst frá Danmark, vóru oyggjarnar í 1917 latnar til USA fyri 70 mill. krónur (DDK). Norðurmarianoyggjar hevur sjálvstýri, men er eisini undir amerikonskum yvirræði. Danska hjálandaveldið. Danmark vóru uppi í evropeiska hjálandaævintýrinum og løgdu Føroyar, Ísland og Grønland undir seg. 1672 til 1733 keyptu og hersettu danir tríggjar vesturindiskar oyggjar - St. John, St. Thomas og St. Croix (nú Amerikonsku Jómfrúoyggjar) í Karibia, haðan teir fingu romm og sukur. Oyggjarnar vórðu seldar USA í 1917. Í 17. øld fingu Danmark sær hjálond í Eysturindia, tí teir vildu m.a. hava kryddurtir, silki, te og bummull. Kendasta hjálandið var Trankebar á eysturstrond India (selt Stóra Bretlandi í 1845). Í Donskum Guinea (nú Gana) á Gullstrondini í Afrika høvdu teir í 17. og 18. øld skansa og handilsstøðir til trælahandil (selt í 1850). Trælahandilin á Gullstrondini og trælahaldið í Donskum Vesturindia eru daprastu brotini í donsku hjálandasøguni. Buenos Aires. Buenos Aires er høvuðsstaður og størsti býur í Argentina. Í Buenos Aires og økinum rundanum búgva 12.741.364 fólk.Næstan 40 % av fólkinum í Argentina búgva í Buenos Aires ella tætt við býin, sum er ein hin størsti á suðurhálvuni. Spaniamenn grundaðu Buenos Aires sum havnabý í munnanum á ánni Rio de la Plata í 1536; og fólkið í býnumverður enn kallað "portenos", ið merkir "havnabýarfólk". Nú er Buenos Aires nýmótans býur við breiðum vegum,tunlum og dýrum handlum. Býurin er handilsmiðdepil í Argentina, og meginparturin av útflutningi landsins verður avskipaður haðan. Pol Pot. Náðileysir einaræðisharrar í farnu øld hava dripið milliónir menniskju, men fáir hava skatt sítt land so illa, sum Pol Pot (19. mai 1928 – 15. apríl 1998), sum tey fýra árini hann ráddi fyri borgum, týndi meira enn ein triðing av fólkinum í landinum. Pol Pot stóð á odda fyri Reyðu Kmerununum, sum meðan Vjetnamkríggið leikaði á bardust móti stjørnini í Kambodja og móti amerikumonnum. Reyðu Kmerarnir tóku høvuðsstaðin Phnom Pen í 1975. Fáar dagar seinni vórðu øll fólkini í býnum rikin út á bygd fyri at arbeiða í landbúnaðinum. Allir útlendingar vórðu vísitir av landinum, pengar vórðu avtiknir, markanðir, skúlar og dagbløð vórðu stongd og privat ogn og átrúnaður varð bannaður. Forelskilsi varð bannað, og øll við brillum vórðu dripin á staðnum. Ikki fyrrenn í 1978, tá Norðurvjetnam gjørdi innrás í landið, varð hetta ræðuliga einaræðið avtikið. Sam~teld. Sam~teld er føroysk KT-fyritøka, ið varð stovnað í 1985. Sam~teld hevur fjølbroyttar royndir í at menna skipanir og veita tøkniligar tænastur. Stjóri á Sam~teld er Kjartan Thomassen. Tað starvast í dag um 16 fólk á Sam~teld. Í mai 2007 keypti Elektron partapeningin í Sam~teld, og er soleiðis einsamallur eigari av Sam~teld. Aleksandur Mikli. Eftir bara 13 árum gjørdi Aleksandur Mikli (á grikskum; "Αλέξανδρος ο Μέγας" ella "Μέγας Aλέξανδρος") (juli 356 f.Kr. - juni 323 f.Kr.) grikska kongsríki sítt til stórveldi heilt eystur ímóti India. Hann var sonur Filip 2. í Makedónia (382-336 f.Kr.) og var frá ungum árum á herferð við pápanum. Tá ið hann tók við eftir pápan, var hann virdur fyri sítt dirvið sum hermaður og síni framúrskarandi evni sum herovasti. Hann setti sær fyri at røkka tí máli, pápin hevði miðað ímóti, at sleppa grikskum londum undan persiskum yvirræði, og frá 334 til 330 f.Kr. tók hann Sýria, Lítlaásia, Fønika, Persia og Egyptaland. Í Egyptalandi bygdi hann býin Alexandria. Hann helt leiðina eystur til Indialands, men mátti venda aftur, tí at persar høvdu gjørt uppreistur. Aleksandur doyði í 323 f.Kr., barnaleysur, so ríkið var skift ímillum fremstu herovastar hansara. Tá ið Aleksandur doyði, var ríkið hansara vestan úr Makedónia og eystur at ánni Indus. Til tess at styrkja um valdið í londunum, hann hevði tikið, eggjaði hann teimum til at gifta seg við gentum úr hersettu londunum. Sum ungur fekk Aleksandur bestu útbúgving, pápi hansara kundi útvega honum. Lærari hansara var mæti athenski heimspekingurin Aristoteles, sum gróðursetti í Aleksanduri hugsjónina um talifrælsi. Alla sína tíð sum kongur stuðlaði Aleksandur grikska list og mentan. Aleksandur Mikli var av mætastu herovastum og var mikil persónmenska. Mangir av hermonnum hansara mettu hann sum ein gud. Altíð var hann fremstur í bardaga, til gongu, ella hann reið á stóra, svarta hestinum Bukefalosi. Aleksandur varð mangan særdur í stríði og var altíð fúsur at stríðast og eisini býta herfong við menn sínar. Hann doyði av hitasótt 33 ára gamal. John F. Kennedy. John Fitzgerald "Jack" Kennedy (29. mai 1917 – 22. november 1963) var 35. og yngsti forseti, amerikanarar nakrantíð høvdu valt í 1960. Demokraturin Kennedy, sum var katolikkur úr Boston í Massachusetts og av írskari ætt, vann amerikanska forsetavalið á Richard Nixon (R) í 1960 og tók við sum forseti sum bert 43 ára gamal í januar 1961. Hann setti sær fyri at gera stórar nýskipanir, nevndar "New Frontier", ella "nýggj mørk", men mangar av hesum nýggju lógunum steðgaðu í tinginum. Kennedy legði stóran dent á uttanríkispolitikk USA og hevði eina fasta og greiða støðu ímóti kommunismuni í Kubakreppuni og hjálpti valdsharrunum í Suðurvjetnam ímóti kommunistisku mótstøðurørsluni. Hann fekk seg royndan móti sovjetska leiðaranum Nikita Krustjev undir Kalda krígnum og bleiv serliga kendur fyri miseydnaðu innrásina á Kuba í apríl 1961 og tá sonevndu Kuba-kreppuna í oktober 1962, har hann fekk størsta heiðurin fyri at hava forðað fyri einum kjarnorkukríggi millum USA og Sovjetsamveldið. Hann gjørdi eisini sítt til, at amerikanarar av afrikanskum uppruna fingu betri rættindi, og hann setti ferð á amerikansku rúmdargranskingina, ið endaði við, at amerikanarar í 1969 sum teir fyrstu settu fólk á Mánan. Allur heimurin varð skelkaður, tá ið Kennedy varð myrdur í Texas í 1963, og hugsjónir og styrki hansara eru enn ikki farnar fólki úr minni. Amerikanski forsetin var í einum bilafylgi, sum koyrdi gjøgnum Dallas, tá hann klokkan 12:30 lokala tíð varð skotin í høvdið. Hann varð í skundi fluttur á sjúkrahús, har læknarnir ein hálvan tíma seinni staðfestu, at hann var deyður, 46 ára gamal. Góðar 70 minuttir eftir at Kennedy varð skotin, varð Lee Harvey Oswald handtikin og stutt seinni skuldsettur fyri morðið á forsetan. Men hann kom ongantíð fyri ein dómstól, tí bert tveir dagar seinni varð eisini hann skotin av náttklubbaeigaranum Jack Ruby, sum trein fram úr eini mannamúgvu og skeyt hann. Hetta hendi samstundis sum amerikanskt sjónvarp sendi beinleiðis. Sjálvur segði Oswald, at hann var ósekur og ein syndabukkur, og enn eru fólk ymisk á máli um, hvat veruliga hendi í Dallas 22. november 1963. Fleiri ástøði hava verið frammi um, hvør í veruleikanum stóð aftan fyri morðið á Kennedy. Deyði hansara. Tað var fríggjadagin 22. november 1963 klokkan 12:30 lokala tíð, at skot rungaðu á Dealey Plaza í downtown Dallas í Texas, og Kennedy varð raktur av minst tveimum kúlum. Morðið er vorðiið tað mest kontroversiella nakrantíð í søguni, og amerikanarar eru enn ikki í dag sannførdir um, at tann einsamalli Lee Harvey Oswald var maðurin, ið gjørdi av við yngsta forseta landsins nakrantíð. Tað eru ikki skrivaðar nær námind so nógvar bøkur um eitt morð, sum um Kennedy-morðið, og enn í dag er ósemjan millum tey, ið trúgva sonevndu Warren-frágreiðingini og tey, sum halda talan var um eina samansvørjing. Morðið varð kannað av FBI beinanvegin, og 14 dagar eftir morðið setti Lyndon B. Johnson eina serliga nevnd við Earl Warren sum formanni at kanna morðið. Fleiri vilja verða við, at Johnson skundaði sær at seta hesa nevnd – sum hann hevði tamarhald á – fyri at forða fyri einari senatsnevnd. FBI kom longu í desember 1963 við sínari niðurstøðu, og í september 1964 kom so nevndin hjá Johnson við hægstarættarforsetanum Earl Warren á odda við júst somu niðurstøðu. Brennandi spurningurin í morðinum er, um deyðiliga kúlan kom aftan ífrá, so sum Warren-nevndin segði, ella hon kom framman ífrá, so sum aðrir granskarar halda. Nú so long tíð er liðin, og eingin sýnist koma nærri einum endaligum svari, er vandi fyri, at morðið á John Fitzgerald Kennedy – millum vinir nevndir Jack – verður fult uppklárað. Myndin er víðagitna og nógv umstrídda "frame 313", har drepandi skotið rakar Kennedy. Myndin passar við eitt skot, sum rakar Kennedy aftan ífrá, men hví er so eingin skaði at síggja á andlitinum á Kennedy, samstundis sum allur nakkin er burturi, spyrja skeptikarar. Frame 313 er mynd nummar 313 á sonevnda Zapruter-filminum, ein av mongum smalfilmum, sum upptóku morðið. Samvit. Samvit var stovnur, ið varð stovnaður í 2006, eftir at Ferðaráð Føroya varð lagt saman við Menningarstovuni. Samanlagdi stovnurin gjørdist so grundarlagið undir Samvit, sum hevði til endamáls at vera málrættað móti átøkum, sum fremja og menna íverksetan, Føroyar sum ferðavinnuland, Føroyar sum íløguland og sum heild at styrkja útflutningsførleikan hjá føroyskum fyri­tøkum. Stjóri fyri Samvit var Elin Heinesen. Samvit varð avtikið við lóg í 2008. Í staðin var ferðavinnan flutt frá Vinnumálaráðnum til nýstovnaða Uttanríkisráðið. Í oktober 2011 varð Ferðaráð Føroya endurstovnað og ferðavinnan varð aftur flutt til Vinnumálaráðið. Mission Aviation Fellowship. Mission Aviation Fellowship (MAF), er ein altjóða missiónsfelagsskapur, sum flýgur kring knøttin við heilivági, neyðhjálp, sjúkrarøktarum, læknum, sjúklingum, trúboðarum og evangelistum. Av tí at MAF nýtir flogfør, ber teimum til at røkka fjarskotnum økjum, sum kunnu liggja bæði í oyðimørk og frumskógi. Hvørt fimta minutt lættir eitt flogfar hjá MAF onkustaðni í heiminum, so virksemi er umfatandi. Niels Jacobsen. Niels Jacobsen er lestrarvegleiðari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Hann hevur verið lærari í 18 ár. Fyrstu árini á HF-skeiðnum í Vági og seinni árini á Miðnámsskúlanum. Fuglur. Fuglur (frøðiheiti - "Aves") er tvíføtt ryggdýr ið hevur fjøður, veingir og nev, og verpur egg. Fuglar eru einastu djór, ið hava fraðrar. Teir hava heitt blóð sum súgdjórini. Til eru eini 9.000 fuglasløg, og tey liva um allan knøttin. Í heitum londum eru til dømis litfagrir pappageykar, í urtagørðum bringureyðar og trøstar, av sjófuglum kunnu nevnast pingvin og lundi. Flestu fuglar eru væl bygdir at fúgva og hava sterkar bringuvøddar. Kropsbeinini eru løtt, poknut og opin innan. Tað lættir um vektina. Eisini fjaðrarnar eru lættar. Teir verja kroppin og halda hann heitan. Veingjarfjaðrarnar sita so tættar, at vongurin verður slættur, og luft sleppur ikki inn ímillum fjaðrarnar, hvørki undir ella á. Velið gevur javnvág og stýrir flognum. Nakrir fáir fuglar fáa ikki flogið. Sum dømi kunnu nevnast pingvinir, strutsar og tann sjáldsami uglupappageykurin í Ný Sælandi. Fuglar hava ikki tenn, men nógvir hava sterkt nev. Flestir fuglar, helst ørnir og aðrir ránsfuglar, síggja og hoyra væl, men teir tevja lítið. Tann lítla humlukolibriin er heimsins minsti fulgur. Hon er bara 5 cm. long og vigar bara 2 g. Strutsurin er heimsins størsti fuglur og verður yvir 2,5 m. høgur og vigar eini 150 kg. Fuglar fáa ikki sum súgdjór livandi ungar. Teir verpa egg, sum teir so noyðast at bøla, so at tey eru heit. Ungin búnast í egginum og livir av reyðanum. Nakrar vikur seinni brestur fyri nev og ungin kemur út. Nógvir fuglar gera sær reiður, men verpur á rókina. Geykar verpa í reiður hjá øðrum fuglum og lata so teir ala ungarnar upp. Vanliga eru nýklaktu ungarnir púra hjáparleysir, naknir og blindir. Vit siga, at teir eru reiðurfastir, og foreldrini mugu bera í teimum mat og verja teir fyri fíggindum, til teir eru floygdir. Fjaðarbúnin er ymiskur í liti og útsjónd. Músabrøður, spurvar og aðrir fuglar hava hyljandi morreyðan lit. Aðrir fuglar hava bjartar, ásýniligar litir. Í verpingartíðini gera litirnir tað lættari hjá hesum fuglum at velja og finna sær maka og lætta eisini um at halda flokkinum saman. Smáar kolibriir hava einar 1.000 fjaðrar, savnur fleiri enn 25.000. Fjaðrar eru úr keratini eins og hár og negl á fólki. Fjøðurin er stinnur leggur í miðjuni, báðumegin ganga teinar úr legginum, og teinarnir eru bundnir saman av tøttum hjáteinum, ið eru tengdir saman við smáum krókum. Leggur og teinar eru skeggið á fjøðurini. Undir verndarfjaðrunum er dún; tað lívir væl. Um dagin hava fuglar úr at gera at ansa ungunum, eta og reinska fjaðrarnar. Sumt av tí, ið fuglur ger, er íborið og nýtist ikki at lærast fyrst, til dømis at leita sær føði ella at flúgva. Men fuglalát má lærast, teir herma eftir øðrum fuglum. Illinois. Staturin Illinois (alment enskt heiti: "State of Illinois") er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 12,8 mió. íbúgvum. Í norðri hevur Illinois mark við Wisconsin, í suðuri við Kentucky, í eystri við Indiana og í vestri við Iowa og Missouri. Springfield er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er Chicago. Í desember 1818 bleiv Illinois stakríki í USA. Fjørutiundi forsetin, Ronald Reagan (1911-2004), Republikanski Flokkurin, var føddur í Illinois. Eyknevni er Graslendisstaturin (enskt: "The Prairie State"). Indiánarnir. Í Illinois vórðu í 1200-1400 bygdir stórir býir og andaligir miðdeplar fram við Mississippiá. Tann týdningarmesti varð bygdur í Cahokia í St. Clair County. Tað, sum eyðkendi búsetningarnar fram við Mississippiá í Suðurillinois, var allir ferhyrntu heyggjarnir, ið vóru flatir omaná og vórðu seinni brúktir sum grundir undir templum og húsum hjá tignarligum monnum. Heyggjarnir stóðu á víðum, innigirdum vøllum ella fram við breiðum vegum. Fjølbygdasta búsetingin var Cahokia í Suðurillinois, har fleiri enn 100 heyggjar vóru. Moldin til heyggjarnar varð borin í kurvum. Gággur og aðrar skeljar vórðu brotnar og eltar upp í leirin, so at hann skuldi verða sterkari. Samfelagsskipanina í Cahokia vita vit einki um, men helst var tað høvdingadømi, og fólkið dýrkaði høvdingarnar sum gudar. Grivnar eru út nakrar prýðiligar høvdingagravir: ein høvdingur fekk 20.000 perlur við sær í grøvina, og líkini uttan um hann vísa, at alt húskið og tænararnir vórðu grivin við honum. Flestu fólk í Suðurillinois vóru bøndur. Tey búðu í leirklíndum húsum av flættaðum greinum, sum stóðu uttan um heyggjarnar og í bygdum fram við ánni, har fruktabesta jørðin var. Bøndurnir dyrkaðu mais, bønir og grasker - moldin varð loyst við hakkara. Bøndur veiddu eisini hjørt við ørv og boga. Við hvørt hús varð djúpt hol grivið í jørðina, har ið meginparturin av matinum varð goymdur. Grøðin, sum leyp, varð borin inn í býin og skift ímillum embætisfólk og handverkarar, ella hon varð latin fremmandum handilsmonnum í býti við mariuglas, kopar og skeljar. Hvørt húski gjørdi sær búnyttur og amboð til egna nýtslu og at selja. Hallo.fo. Hallo.fo varð sett á stovn á vári 2000. Síðan 10. mai 2000 hevur Hallo.fo virkað sum ein internethandil, ið ynskir at bjóða kundum sínum eitt gott úrval av GSM-fartelefonum, tráðleysum telefonum og tilhoyri. Nokia N93i. Nokia N93i er Symbian klapp-fartelefon frá Nokia við øllum hentleikum. N93i hevur 3.2 megapixel myndatól, MP3 og møguleika fyri at taka minniskort. N93i er partur av N-Gage seriuni hjá Nokia, ið leggur dent á undirhald. Spøl og tónleikur er nakað av tí, ið N93i er gjørd til. N93i, sum er nýggja útgávan av Nokia N93, gevur tær møguleika at filma og leggja filmin beinleiðis á videoblog-tænastuna, bara við at trýsta á ein knøtt. Nokia N93i fæst í silvur og svørtum. Kreyserskjær. Kreyserskjær er ein lítil privat oyggj við húsum, bryggju og bátadrátti í Oslofjørðinum. Ognin er 1498 fermetrar til víddar og hevur hugnaliga strond allan vegin runt. Húsini á oynni eru 107 fermetrar, bygd í 1932 og hava stóra terassu og urtagarð. New York. New York er eitt stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 19 mió. íbúgvum. Albany er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er New York City. Í vestri og norðri hevur New York mark við Erievatn, Ontariovatn og Kanada (landslutir Ontario, Quebec), í eystri við New Hampshire, Massachusetts og Connecticut, og í suðri við Pennsylvania. Stakríkið New York verður onkuntíð nevndur "the Empire State". Indiánarnir. Í stakríkunum Pennsylvania og New York fyri norðan í USA búgva, sum indianararnir har róptu seg sjálvar, Tær Seks Tjóðirnar, irokesarnir. Navnið irokesarar er komið úr tí franska "iroquois". Tað eru fáir irokesarar eftir. Nakrir eru í Kanada, og nakrir eru norðarlara í stakríkinum New York, tí at tað hendi við hesum indianarum, sum tað hendi við so mongum øðrum fólkum, at teir vórðu drignir upp í klandrið, sum var ímillum evropeiskar tjóðir. Fransmenn høvdu búsett seg í landinum, sum varð til Kanada, og bretar høvdu búsett seg í teimum upprunaligu stakríkunum í USA, tað, vit vanliga rópa Nýongland. Krígsstøða varð millum Bretland og Frakland í síni tíð, og henda krígsstøða breiddi seg bæði í Kanada og USA. Hetta stríð vórðu millum annað irokesarar drignir uppí. Fyrstu lyfturnar. Knøttar eru at trýsta á, so tað slepst á røttu hæddina í húsunum. Telda sær til, at lyftan rakar beint á. Í stórbýum í New York hevði verið sera trupult at arbeitt ella at farið til handils, um ikki lyftur ella rullitrappur vóru. Fólk høvdu verið noydd at gingið trappur upp og trappur niður í háhúsum og í støðum undir jørð, og trupult hevði verið hjá illa gongdum fólki at sloppið upp og niður. Otis Elevator Company (OTIS) gjørdi í Yonkers, New York í 1852 fyrstu lyftuna, hon gekk við dampspæli. Í 1854 sýndi verkfrøðingurin Elisha Graves Otis (3. august 1811 – 8. apríl 1861) á fyrsta sinni fram trygdarlyftu sína. Standandi á henni høgt uppi, gav hann boð um at kvetta línuna, ið helt lyftuni. Bremsurnar tóku straks um stýrisskinnarnar, so hon ikki datt niður. Síðan hava allar lyftur í New York havt hesa trygdarskipan. Í 1872 varð oljutrýstlyftan uppfunnin eisini í New York, og í 1907 uppfann týska fyritøkan Siemens elektrisku lyftuna. Kreppa. Eftir fyrra veraldarbardaga var búskaparlig framgongd í USA í nøkur fá ár, til kreppa í landbúnaðinum, sum stóðst av ov nógvum korni og øðrum búnaðarvørum, trýsti prísirnar niður. Virðisbrævamarknaðurin í New York City rapaði í 1929, og tað elvdi til eina búskaparkreppu, sum breiddi seg um alt USA og allan heimin. Í t.d. Brasil gjørdist álvarslig búskaparkreppa, tá ið prísurin fall á gummi og kaffi. Mong fólk í USA fóru á húsagang eftir skrædlið í New York. Fólk seldu bilar og aðrir virðislutir fyri lítið og einki til tess at fáa sær reiðan pening. 11. september 2001. Myndir frá 11. september 2001 og frá staðnum í New York, har Tvíburðatornini stóðu. Hin 11. september 2001 gjørdist ein dagur, ið setti stór spor fyri eftirtíðina. Tann dagin fóru fleiri yvirgangsálop og atsóknir fram móti USA innanfyri fáir tímar. Fýra flogfør vóru rænd, og síðan vóru trý av teimum brúkt til at raka bygningar í USA meint. Tann mest álvarsama av atsóknunum, og sum eydnaðist til fulnar fyri yvirgangsmenninar, var álopið á World Trade Center á Manhattan í New York City. Har stóðu tvey høghús, sum vóru kend sum Twin Towers (Tvíburðatórnini). Har vóru nógvar skrivstovur inni í báðum bygningunum, matstovur og mangt annað. Hendingarnar fóru fram um morgunin, amerikanska tíð. Fyrst fleyg eitt flogfar inn í tað eina tornið, sum alt í einum stóð í loga. Umleið ein hálvan tíma seinni kom eitt annað flogfar og rendi inn í hitt tornið. Áðrenn tveir tímar vóru farnir frá tí at fyrra tornið var rakt, rapaðu báðir bygningarnir og nógv fólk doyðu. Tað vísti seg tá, at talan var um sjálvmorðsatsóknir, har yvirgangamenn høvdu tikið ræði á flogførum og stýrdu tey beint inn í týdningarmikil mál í USA. Eitt flogfar fleyg inn í Pentagon-bygningin í Virginia. Meiningin var at øll fýra flogførini skuldu brúkast uppá sama máta móti fýra bygningum, men í tí fjórða flogfarinum varnaðust nøkur av ferðafólkunum, hvat ið fór at henda og tóku tí ræði á flogrænarunum, úrslitið var, at flogfarið datt niður á ein bø í Pennsylvania. Í alt doyðu nærum 3000 fólk í øllum fýra yvirgangsálopunum, íroknað tey 246 sivilu ferðafólkini í flogførunum og teir 19 flogránararnir. Tað vardi ikki longi, áðrenn illgruni var um, at arabiski yvirgangsfelagskapurin al-Qaeda stóð aftanfyri yvirgangsatsóknunum, og í 2004, átók al-Qaeda leiðarin Osama bin Laden, sum til tá hevði noktað at hava nakað við atkóknirnar at gera, sær ábyrgdina. Í mai 2002 vóru tey liðug við uppruddingina av staðnum, har World Trade Center stóð. Ætlanin er at byggja ein nýggjan høgan bygning, sum skal standa liðugur í 2013 á Ground Zero, sum staðið verður rópt, har tvíburðatórnini stóðu. Bygningurin skal eita One World Trade Center. Bygningurin verður 541,3 metrar høgur íroknað spírið, og verður harvið triðhægsti bygningur í heiminum og hægsti bygningur í vestaru hemisferu.. Samkynd. Senatið í New York samtykti í 2011 at viðurkenna rættin hjá samkyndum at ganga saman í hjúnarlag. Uppskotið varð samtykt við 33 atkvøðum fyri og 29 ímóti. New York er tann sætti amerikanski staturin, sum viðurkennir hjúnarlag millum samkynd. Keldur. * Florida. Florida er ein lutstatur í Sameindu Statunum við 19,893,297 íbúgvum (2015). Høvuðsstaðurin er Tallahassee. Størsti býur er Jacksonville, síðan er tað Miami. Í norðri hevur Florida mark við Georgia og Alabama. Í eystri er Atlantshavið og í vestri Meksikoflógva. Eyknevni er Sólskinstaturin (enskt: "The Sunshine State"). Á einum nesi har, sum nú nevnist Cape Canaveral (fyrr Cape "Cape Kennedy"), er tann gitna rakettstøðin, sum rúmdarfør verða skotin upp frá. Hátøkniliga eru fá lond fremri enn Florida, serliga í rúmdarkanningum. Florida Keys er eitt væl dámt strandarøki á suðurendanum á Florida. Landafrøði. a> í Suður-Florida varð stovnaður í 1947. Florida er ein fløta, øll sum hon er. Har er ovurheitt. Í støðum eru stórar mýrar, sum kunnu vera avvaksnar við tættum skógi. Av tí at so stórur munur er á veðurlagnum norðuri í USA og í Florida, kemur nógv fólk norðaneftir hagar at ferðast um veturin. Tey halda tá til úti við strondina og stuttleika sær við at svimja í tí flógva sjónum. Suðuri á Florida út móti Atlantshavi er sandstrond, og heitt og turt er veðurlagið; har er tí eitt útvalt baðipláss, og tað nógva frítíðarfólkið, sum leitar hagar, hevur gjørt, at býurin Miami er ógvuliga skjótt vaksin hesi seinastu árini. Veðurlag. Í Florida er vanliga heitt alt árið. Tó kann tað henda seg, at kaldur vindur er norðaneftir í stutt tíðarbil. Tað er ikki gott fyri tey nógvu appilsintrøini, sum har eru. Har er alla tíðina sera slavið og heitt, og hitin er á leið tann sama alt árið. Har er tropiskt regnskógarveðurlag, og tann nátúrligi gróðurin er tropiskur regnskógur. Men nógvastaðni er regnskógurin høgdur, og jørðin er velt ella nýtt sum beitilendi. Norðast í Florida er heitt-temprað veðurlag, har leyvtrø vaksa. Her vóru áður stórir leyvskógir, men nú á døgum eru í staðin veldiga stórir akrar. Sunnast í Florida er landslagið heilt øðrvísi. Í Karibiahavi úti fyri suðurstrondini eru nógvar vakrar, pálmavaksnar oyggjar. Til dømis koma milliónir av fólki úr øllum heimi at vitja baðistrendurnar í Florida Keys. Mýrlendi. Stívur fimtingur av Florida er mýrlendi. Her er tjóðargarðurin Everglades, har mong sjáldsom dýr halda til, til dømis floridapantarin og manatein, sum er eitt sjóneytaslag. Amerikanski alligatorurin livir eisini í mýrunum í Florida. Hann kann gerast upp ímóti 3,6 m langur. Í Florida er tað ólógligt at ala aligatorar í sínum egna heimi. Meginparturin av Everglades er í vanda fyri at hvørva, tí at mýrarnar verða skornar upp og veittar at nýta til byggilendi og landbúnaðarjørð. Í 1994 játtaðu myndugleikarnir í Florida at bjarga mýrunum, ið eftir eru, og at gera aðrar mýrar. Búskapur. a> við skemtiferðaskipum í 2013. Stóra talið staðfestir harvið havnina sum heimsins skundmiklastu ferðaskipahavn. a> útvegar sambært embætismonnum í 2014 umleið 27 miljardir dollarar um árið til búskapin í Florida og hevur meira enn 200.000 fólk í arbeiði. Ferðavinna. Ferðafólkavinnan hevur stóran týdning í Florida. Fort Lauderdale, Orlando, Miami, Florida Keys, Daytona Beach, Panama City og Pensacola eru viðgitnir ferðafólkastaðir. Landbúnaður. Fyrr búði mesta fólkið á bygd og livdi av landbúnaði, men so hvørt ídnaðurin hevur ment seg, eru alt fleiri og fleiri fólk flutt til býirnar at búgva. Fruktir sum appilsinir, sitrónir og aðrar fruktir vaksa væl í Florida. Ymiskt veðurlag og ymiskt jørðildi í Florida gera, at har er sera fjølbroyttur landbúnaður. Nógv sløg av grøði verða velt. Í Florida eru sitrusfruktir ein týðandi grøði. Ídnaður. Sum fremsta ídnaðarland í heiminum hevur USA sjálvandi nógvan ymiskan ídnað. Millum teir týdningarmestu eru flogídnaður, heili­vágs­ídnaður og KT-ídnaður. Ein hópur av fyritøkunum í USA eru ógvuliga stórar, og virksemið hjá teimum fevnir um nógv lond. Leingi var tað soleiðis, at meginparturin av framleiðslu­ ídnað­inum, t.d. bilídnaðurin í Detroit, var miðsavnaður í land­nyrðingspartinum í USA. Hetta økið varð nevnt "rustbeltið". Talan var um økið rundan um teir stóru býirnar New York City, Boston, Philadelphia, Baltimore, Chicago, Cleveland, Cincinnati, Indianapolis og Detroit. Hetta er nær við tey stóru kolanámini í Appalachiafjøllunum, og góðir møguleikar fyri samskifti og flutningi vóru eisini ein orsøk til, at so nógvur ídnaður varð bygdur júst har. Nú er ein stórur partur av framleiðsluídnaðinum fluttur vestureftir til Kalifornia ella suðureftir til Florida, til tað sonevnda "sólbeltið", sum er statir har tað er heitt og nógv sólskin. Har vaksa býir sum Jacksonville, Miami, Tampa, Orlando, Tallahassee og Fort Lauderdale. Politikkur. Hjúnabond millum samkynd eru galdandi í Florida. Størstu býir. Landspartar og býir í Florida Pætur Mikli. Pætur Mikli (russiskt: Пётр Алексеевич Романов "Pjotr Aleksejevitsj Romanov"; føddur 30. mai 1672, deyður 8. februar 1725) stýrdi Russlandi saman við hálvbeiggja sínum Ivani 5. (1682-96) og stýrdi síðan einsamallur til 1725. Hann setti sær fyri at gera avbyrgda og afturútsiglda landið til eitt stórveldið í Evropa. Á ferð í Vesturevropa, sum vardi í 18 mánaðir (1697-98), fekk hann sær vitan um alskyns viðurskifti. Heimafturkomin nýtti hann vitanina sum fyrimynd fyri at broyta almennar russiskar stovnar og siðir. Hann setti í gildi nýggjar stýrisskipanir, stuðlaði útbúgving, umskipaði kirkjuna, og tá ið embætismenn vórðu fluttir upp í starvi, var nú oftari hugt eftir dugnaskapi enn eftir ættarviðurskiftum. Hann sendi ungar russar til Vesturevropa at nema sær kunnleika um herlist, herflota og ídna, og hann bygdi upp ein yrkisher við 300 000 monnum og læt skipa landsins fyrsta herflota. Pætur kríggjaðist við Svøríki (1700-21) og vann sigur, og tá lá leiðin opin til Eystarasalt. Í 1703 grundaði hann St. Pætursborg innast í Finnlandsvík í Eystarasalti. Í 1712 gjørdi hann býin til høvuðsstað í ríkinum, og í 1721 útnevndi hann seg til zar í øllum Russlandi. Pætur var meira enn 2 m høgur og av allar sterkastu monnum bæði til liksams og sálar. Hann var arbeiðssamur og viljasterkur, men kundi eisini vera ógvuliga harðrendur. Tey, sum vágaðu sær at seta seg upp ímóti honum, fingu ikki náði, enntá ikki hansara egni sonur var eirdur. Pætur var áhugaður í øllum arbeiði og íðin at gera alt sjálvur og lærdi seg tí at smíða skip, at væla um klokkur, at seyma skógvar, at skera út, at taka út tenn og skotvápnasmíð. St. Pætursborg. St. Pætursborg (russiskt; "Санкт-Петербург") er næststørsti býur í Russlandi og fjórðstørsti býur í Evropa. Við sínum uml. fimm milliónum íbúgvum er hann tann milliónabýurin í heiminum, sum liggur longst norðuri. Søga. Pætur Mikli grundaði býin í 1703. Túsundtals russiskir bøndur doyðu í mýrulendinum fram við Neva, tá ið teir bygdu St. Pætursborg. Pætur Mikli kallaði býin "vindeygað vestur ímóti Evropa". Longu í 1712 gjørdist býurin høvuðsstaður Russlands ístaðin fyri Moskva. Burtursæð frá fýra árum (1728–1732), var hendan støðan óbroytt líka til 1918, tá Moskva gjørdist uppaftur høvuðsstaðurin. Í 1914 varð navnið á býnum broytt til Petrograd (Russiskt: Петроград; IPA: [pʲɪtrɐˈgrat]), í 1924 varð tað broytt til Leningrad (Russiskt: Ленинград; IPA: [lʲɪnʲɪnˈgrat]) og í 1991 fekk býurin aftur sítt gamla navn St. Pætursborg. St. Pætursborg er í dag kendur sum livandi býur innan vinnulív, mentan, útbúgving, list og ítrótt. Býurin er eisini heimstaður hjá russiska forsetanum Vladimir Putin. Kirkja (hús). Ein kirkja er eitt hús (vanl. við torni) til kristna gudstænastu og halgigerðir. Orðið "kirkja" kemur av grikska orðinum "kyriakon" og merkir, "Vigt Harranum" og verður sagt bæði um húsið, har gudstænasta verður hildin, um kirkjusamfelagið og limirnar í kirkjuni. Í kirkjuni eru jarðarferðir, brúðarvígslur, tónleikaframførslur og møti. Í kirkjuni verða eisini sálmar sungnir. Fleiri kirkjur í Føroyum eru gamlar, og bygdar í serstøkum sniði. Aðrar eru nýggjar og øðrvísi, til dømis tann í Fuglafirði. Í útlondum eru kirkjur, sum eru fleiri enn 1000 ára gamlar, í Føroyum bert ein, tann í Kirkjubø. Arizona. Arizona (enskt: "State of Arizona"), á føroyskum ofta stavaður Arisona, er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 6,39 millionum íbúgvum (2010). Í suðri hevur Arizona mark við Meksiko, í norðri við Utah, í eystri við New Mexico og í vestri við Kalifornia og Nevada. Fleiri enn 5 mál verða talað, men høvuðssmálið er enskt, sum er móðurmál hjá um 75 % av fólkinum. Enskt er alment mál; men mong tala eisini spanskt og navaho. Spanskt er móðurmál hjá umleið 20 %. Størsti býur og høvuðsstaður er Phoenix. Í Phoenix og økinum rundanum búgva 4,17 mió. fólk. Aðrir stórir býir er Tucson, Mesa, Glendale, Chandler og Scottsdale. Har er eisini Grand Canyon. Tað er ein 16 kilometrar long og upp til 1800 metrar djúp gjógv, á enskum nevnd "canyon". Grand Canyon er vorðin til av Koloradoánni, sum í milliardir av árum hevur máað seg djúpt niður í lendið. Eyknevni hjá Arizona er Grand-Canyon-staturin (enskt: "The Grand Canyon State"). Landalæra. Um 90 % av statinum er heit og turr sandoyðimørk. Størstu oyðimerkurnar eru Paintedoyðimørk (enskt; "Painted Desert") fyri norðan og Sonoranoyðimørk (enskt; "Sonoran Desert") fyri sunnan. Einaferð livdu bara dýr, sum høvdu lagað seg til hitan, í Sonoroanoyðimørk. Nú er Phoenix í Suðurarizona ímillum teir býir í USA, sum vaksa skjótast, hóast hann er mítt í oyðimørkini. Fólkavøksturin frá 1960 til 1990 var heili 300 %. Ein av atvoldunum til, at Coloradoá er byrgd og ikki longur rennur í havið, er nógva vatnnýtslan í Phoenix. Djúpa og breiða gjógvin Grand Canyon í Norðurarizona varð til fyri milliónum árum síðan, so hvørt sum vatnið úr Coloradoánni máaði seg niður í klettin. Í støðum er gjógvin 1600 metrar djúp og hevur máað seg niður ígjøgnum klett, sum er 2000 milliónir ára gamal. Fjølbroyttar steinrenningar, funnar í bergvegginum, siga frá skiftandi jarðfrøðini í Grand Canyon. Hægsta fjallið er Humphreys Peak í Kachina Peaks Wilderness í Miðarizona. Humphreys Peak er góðar 3 800 metrar høgt. Landslutir. a> heldur ríkisstjórnin í Arizona til. Indiánarnir. Í Arizona vóru fleiri ættarbólkar, sum dyrkaðu jørðina. Puebloindiánarnir høvdu byrgt áir og grivið veitir. Tá ið so turkur kom, veittu teir vatnið út á lendið. Puebloindiánarnir vóru friðarfólk, men teir ræddust at apasjarnar skuldu leypa á. Teir vóru grannar. Pueblo merkir "bygd". Suðuri hevði hohokamfólkið stóra framgongd, tí at tey vóru dugandi bøndur. Grannatjóð teirra, pueblofólkið, bygdi stór hús, sum vóru áføst og í fleiri hæddum. Húsini vóru av leiri og flættaðum kvistum og stóðu í grunnum gryvjum. Hohokamfólkið livdi í Suðurarizona frá um 100 f.Kr. til um 1400. Flestu teirra hildu til í tí fruktagóða Gilaáardali. Um 800 búsettu tey seg aðrastaðni - størsta búsetingin verður nú á døgum kallað Snaketown (í Pinal County). Tey vórðu ávirkað av mentanum longri suðuri í Meksiko. Tað sæst á lutum og útbúnaði úr leiri, vovnum klæði og vøllunum, teir gjørdu til meksikanskar bóltleikir. Fornfrøðingar vita ikki, hvør lagna teirra var. Tí verður mentanin nevnd "hohokam", ið merkir "tey horvnu". Á hohokamverkstøðunum vórðu gjørdir lutir úr reyðum og brúngulum leiri, sum vórðu prýddir við myndum av dýrum og fólki. Mynstrini í hohokamklæðunum vóru týðiliga eftir meksikanskari list. Við tað, at hohokam bøndurnir veittu vatn á velturnar, heystaðu teir tvær ferðir um árið: fyrru ferð um várið, tá ið kavin tíðnaði, og áirnar floymdu upp um áarbakkarnar, aðru fer seint á sumri, tá ið tað regnaði illa. Teir veltu korn, tubakk, bønir og bummull. Hohokamfólkið velti eisini mais. Hohokamar funnu upp kynstrið at brenna myndir við sýru. Teir sýrubrendu skeljar, sum teir keyptu frá fólki á vesturstrondini. Djór vórðu málað við tjøru á skeljar. So varð skelin dyppað í tynta sýru, sum brendi burtur tað ómálaða, og tað málaða varð verandi eftir. Hohokamfólkið málaði seg um kroppin, tá ið tey skuldu til kappleikir og halda átrúnaðarligar høgtíðsdagar. Hohokambøndurnir byrgdu veitirnar við flættaðum mottum. Soleiðis veittu teir vatnið av einari veltu á aðra. Innliman. Arizona var einaferð spanskt hjáland. Tá ið Meksiko tók loysing frá Spania 1821, var Arizona partur av Meksiko. Í 1845 bað Arizona um at verða limað inn í USA. Tað varð atvold til kríggj ímillum Meksiko og USA í 1846-1848. Meksiko tapti. Arizona bleiv alment lutstatur í USA 14. februar í 1912. Fólkið. 15,2 % verða søgd at liva undir fátækramarkinum (2011). 4,1 % av fólkinum eru arbeiðsleys, og miðallívsævin í lutstatinum er 78,93 ár. Undir 1 % av fólkinum eru ikki lesifør. BTÚ fyri hvønn íbúgva í lutstatinum er 31 485 USD. Í januar 2009 búðu 6 500 180 fólk í Arizona. Um 5,63 % vóru indiánar (heimafólkið), 88,74 % vóru av evropeiskari ætt, og hini vóru úr Asia, Afrika og ymiskum oyggjabólkum í Kyrrahavi. Meginparturin av fólkinum er katolikkar, og eini 15 % eru protestantar. 58 % av fólkinum búgva í býum við fleiri enn 100 000 íbúgvum. Politikkur. Jan Brewer (føddur 26. september 1944 í Hollywood, Kalifornia) er guvernørur. Hon umboðar republikanararnar. Staturin hevur í 2010 samtykt eina lóg, ið krevur at innflytarar skulu hava skjøl á sær, sum prógva at teir hava loyvi til at vera í USA. Løgreglan skal spyrja øll tey, sum hon kortini steðgar av einhvørjari orsøk, og heldur sær út til at kunna vera ein innflytari, hvørt tey hava hesi pappírini. Hava innflytarar ikki pappírini á sær, fáa teir bót. Fleiri býir í USA hava sett handilsforboð móti Arizona, og Barack Obama hevur funnist harðliga at lóggávuni. Líknandi lóggávur eru hinvegin galdandi í fleiri evropeiskum londum. Indiana. Indiana (enskt: "The State of Indiana") er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 6 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Indianapolis. Í norðri hevur Indiana mark við Michigan, í eystri við Ohio, í suðri við Kentucky og í vestri við Illinois. Í desember 1816 bleiv Indiana lutstatur í USA. Eyknevni er "The Hoosier State". Upprunaavgerðið av orðið Hoosier er ókendur. Stórur munur er á vetri og sumri. Um summarið er slavið og heitt, og um veturin er turt og kalt. Har eru tær stóru grasfløturnar. Tess longri vestureftir farið verður, tess turrari verður. Í hesum økinum var áður tann amerikanska prerian við sínum veldigu grasfløtum og stórum búflafylgjum. Nú á døgum er næstan øll prerian burtur. Bara nøkur smá, var øki eru eftir, og bara smáar leivdir av búflafylgjunum. Har, sum prerian áður var í Indiana, eru nú stórir kornakrar. Tey turrastu økini verða nýtt at hava neyt gangandi á beiti. Flestøll jarðarbrúk eru sera stór. Nógv sløg av grøði verða velt, og har, sum ov turt er at velta, hava tey kjøt-framleiðslu á veldiga stórum ranchum. Hagstova Føroya. Hagstova Føroya er almenni hagtalsmyndugleikin í Føroyum. Tað er sostatt Hagstovan, sum kunnger almenn hagtøl í tann mun, sum tey eru tøk. Aðrir almennir myndugleikar, sum fremja hagtalsuppgerðir eiga at samskipa hetta virksemi við Hagstovuna. Hagstovan er sjálvstøðugur stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, sum innan játtanarkarmarnar sjálvur leggur virksemið til rættis. Í lógini um Hagstovu er tryggjað almenninginum, at hagtølini frá stovninum eru framd uttan politiska ávirkan. Somuleiðis tryggjar lógin, at tær upplýsingar, Hagstovan hevur um hendi, einans verða brúktar til hagtalsuppgerðir og ikki latnar øðrum - hvørki myndugleikum ella einstaklingum. Hagstova Føroya virkar sambært løgtingslóg nr. 33 frá 7. mai 1991. Frammanundan var Hagdeild undir Landsstýrinum, sum røkti hagtalsuppgávur. Ein avgerandi uppgáva hjá Hagstovuni er útgáva. Wisconsin. Wisconsin er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 5,6 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin er Madison og Milwaukee er størsti býurin. Í norðri hevur Wisconsin mark við Michigan, í vestri við Minnesota og Iowa, og í suðri við Illinois. Í norðri liggur Superiorvatn og í eystri liggur Michiganvatn. Frá 2011 til 2019 var Scott Walker (ein republikanari) guvernørur í statinum Wisconsin, og hann kom til valdið uppá at skapa fleiri arbeiðspláss. 250 000 arbeiðspláss eftir fýra ára valskeiðnum hjá guvernørinum, lovaði hann. Eitt sum Walker hevur gjørt er at fara í hernað ímóti fakfeløgum hjá alment løntum. Síðan 2019 hevur Tony Evers verið guvernørur. Hann er limur í Demokratiska flokkinum. Eyknevni er Grevlingurstaturin (enskt: The Badger State). Søga. Peshtigo-eldurin, sum hildið verður byrjaði í Peshtigo í Wisconsin 8. oktober 1871, er tann skógareldurin í USA, sum hevur kravt flest mannalív. Eldurin kravdi nærum 2.500 mannalív, tá eitt øki á nærum 5,000 ferkilometrar stóð í ljósum loga. Tað bleiv ongantíð staðfest við vissu, hví eldurin byrjaði, men skerpingur og nógvur hiti í langa tíð hevði við sær, at vandin fyri eldi var stórur. Ein stórur partur av bæði Wisconsin og Michigan høvdu eldstormar - eitt fyribrigdi, sum hendir, tá ein eldur er so sterkur, at hann ger sína egnu vindskipan og verður sum ein tornado. Búskapur. Dugnaligir jarðarmenn, sum hava tikið eftir teimum royndum, amerikanska búnaðarráðið hevur latið gera, hava gjørt Wisconsin til eitt av høvuðsbúnaðarlondunum í USA. Tað vaksa ymisk sløg av grøði á teimum ymisku teigunum, so sum moldin hóvar seg best til. Jørðin er pløgd, so at vatnið skal ikki taka moldina við sær, tá ið grovt regn er, men heldur ikki seta ov skjótt frá. Í strævnastu innheystingartíðini, seinnapartin í juli og fyrrapartin í august, er ikki sjáldan, at manningin á skurðtreskjarunum arbeiðir alt samdøgrið, helst tá ið illveður hóttir við at oyðileggja hveitina. Hvør treskjarin arbeiðir móti 40 monnum. Mjólkarvørur eru eisini ein stórur partur av Wisconsins búskapur. Rotterdam. Rotterdam er ein kommuna, ein havnabýur og næststørsti býur í Niðurlondum. Rotterdam er landsins størsti havnabýur. Ein djúp á rennir á sjógv 28 km haðani. Saman við Europoort er Rotterdam eisini heimsins størsta havn. Nútíðarhavnin Europoort í Rotterdam kann avgreiða 300 farmaskip í senn. Nógv vara, sum flutt verður inn á meginlandið, verður fyrst uppskipað í Rotterdam og síðan flutt eftir áunum í prámum ella lektarum eystur í Týskland. Á heimvegnum taka teir so aftur týskar varur við sær, sum skulu útskipast í Rotterdam. Ítróttur. Stórir fótbóltfelag í Rotterdam eru Feyenoord, Sparta Rotterdam og SBV Excelsior. Iowa. Iowa (enskt: "State of Iowa") er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 3,0 mió. íbúgvum. Í norðri hevur Iowa mark við Minnesota, í eystri við Wisconsin og Illinois, í suðri við Missouri, og í vestri við South Dakota og Nebraska. Eyknevni er Heykurseygastaturin (enskt: "The Hawkeye State"). Politikkur. Iowa er ein týdningarmikil statur hjá teimum, sum vilja gerast forsetavalevni hjá einum flokki í USA, tí har byrja undanvalini í februar. Tað er á undanvalunum, at stóru flokkarnir, demokratarnir og republikanararnir, finna fram til hvør gerst forsetavalevni. Stendur eitt valevni seg væl í Iowa, kann tað styrkja hann ella hana í hinum statunum. Hetta hendi hjá Barack Obama, tá demokratiski flokkurin hevði undanval í 2008. Staturin hevur vanliga verið ein tryggur republikanskur statur, men Barack Obama vann statin í bæði 2008 og í 2012. Landbúnaður. Alt stakríkið, sum tað er, er ein akur. Nú er at kalla øll tann ovurstóra fløtan uppdyrkað, og hon er av bestu jørð, fáa ella ongastaðni í heiminum heysta teir so nógv korn sum í Iowa. Summir garðarnir eru ovurhonds stórir, og teir hava eingi neyt ella onnur kríatúr. Alt arbeiði verður gjørt við maskinamboðum, teir pløga og saksa við harvum og traktorum, sum taka fleiri metrar fyri ísenn, sáa við stórum sáðmaskinum og heysta við stórum skurðtreskjarum, sum skera kornið, treskja tað og fylla tað í bilar, sum koyra aftaná, síðan verður tað koyrt heim og blást upp í tey stóru goymslubingini. Norðuri í statinum verður hveitin sáað um várið, men sunnari, har kuldin er minni, verður hon sáað um heystið. Tað ræður um, at veðurlagið verður ikki ov turt, frá tí hveitin fer at næla, og til hon er rættiliga samanskotin. Men sjálvt um hetta lukkast, og kornárið sýnist at fara at verða av tí besta, so kann bóndin ikki vera vísur í, at árið kemur at vignast, stórir flokkar av ongsprettum kunnu setast í akrarnar, og so gera tær alt svart eftir einari løtu. Tað kann eisini henda, at tað verður stormur og frekur heglingsælingur, tá ið kornið er um at verða búgvið, og so legsast alt niður, so tað ikki kann skerast. Í august og juli fara teir at heysta inn, og tá ræður um at fáa turt veður. Missouri. Missouri (Enskt: "State of Missouri") er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 5,9 mió. íbúgvum. Jefferson City er høvuðsstaðurin og størsti býurin er Kansas City. Í norðri hevur Missouri mark við Iowa, í eystri við Illinois og Kentucky, í suðri við Tennessee, Arkansas, og Oklahoma, og í vestri við Nebraska og Kansas. Eyknevni er Vísa-Meg-Staturin (enskt: "The Show-Me-State"). Landbúnaður. Alt stakríkið, sum tað er, er ein akur. Teir pløga heilt djúpt, síðani verður tung trumla drigin eftir veltuni, og til seinast verður saksað við einari heilt lættari harvu. Regnið setir nú beinanvegin niður í ta føstu moldina, og hon heldur vætuni í sær, til kornið fer at næla. Summastaðni, har avfallið er lítið, nýta teir ein veltingarmáta, sum teir nevna turrvelting (á enskum "dry farming"). Men ein vandi er við hesum máti, um veturin, tá ið akrarnir liggja svartir, kann tað henda, at jørðin verður so uppturkað av frostinum, at moldin fer at fúka. So herviligt kann moldrokið vera í teimum turrastu plássunum, at menn, sum við stórum stríði hava velt jørð sína upp frá heilum, noyðast helt at geva uppat at velta korn, tí eingin mold er eftir. Eisini kann tað henda, tá ið regnið er av tí grova, at stríðar áir gerast í lægdunum, og tær taka so moldina við sær. Størstu býir. Landaøki og býir í Missouri Í høvuðsstaðnum Jefferson City búðu í 2019 bara 42 708 fólk. Kentucky. Samveldið Kentucky (enskt: "Commonwealth of Kentucky") er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 4,3 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin er Frankfort, størsti býurin er Louisville og næststørsti býur er Lexington. Landafrøði. Í norðri hevur Kentucky mark við Indiana og Ohio, í eystri við West Virginia og Virginia, í suðri við Tennessee, og í vestri við Illinois og Missouri. Har eru langar skógir, fjallarøðir og stórar áir, lág fjøll við dølum, trøum og fløtur við tubbaks-, mais- og bluegrassmarkum, sum Kentucky er kent fyri. Hesar stóru fløturnar við bláligum grasi, har teir hava stórt rossahald, og hiðani koma skjótastu rossini í USA til tær ymsu kappingarnar. Í Appalachiafjøllunum er væl av bæði koli og ymsum málmi. Eyknevni er Blágrasstaturin (enskt: Blue Grass State). Søga. a> varð borin í heim í Kentucky hin 12. februar 1809. Hetta hús Lincolns er varðveitt til okkara dagar í LaRue County. Kentucky liggur á markinum millum Suður- og Norðurstatirnar. Ikki fyrr enn 1966 kom lóg um, at svørt og hvít skuldu ganga í sama skúla. Indiánarnir. Í Kentucky fóru fólk at velta jørðina og dyrka ymiskar plantur, sum vuksu har. Hesin nýggi vinnuvegurin, at fólk dyrkaðu matin og ikki bara veiddu og savnaðu hann, hevði stóra framgongd við sær fyri adenafólkið í Norðurkentucky. Adenafólkið búði fram við Ohioá, tey veiddu savnaðu plantur og dyrkaðu til dømis mais, bønir, sólblómur og grasker, og tey búðu saman í smáum bygdum. Adenafólkið var fyrsta fólk í USA, sum reisti stórar gravheyggjar, har teir persónar, ið høvdu havt at siga í samfelagum, vóru gravsettir. Inni í gravheyggjunum vóru smá vanlig kømur við leirklíndum veggjum og stór kømur, bróstað, har líkini lógu. Við sær í grøvina fingu tey deyðu m.a. kopararmbond, úthøgdar steintalvur og útskornar tubbakspípur, sum høvdu verið nýttar um roykihøgtíðir. Adenahúsini vóru úr 4 m upp í 10 m í tvørmáti. Veggirnir vóru av stólpum, sum vórðu bundnir saman við greinum. Reisingin var strýtuskapað og takt við børki. Eldstaðurin var á miðjum gólvi. Størstu býir. Í høvuðsstaðnum Frankfort búgva bara 27 680 fólk. Vjetnam. Vjetnam (vjetnamesiskt; "Cộng hòa Xã hội Chủ nghĩa Việt Nam") er eitt land í Suðurásia. Vjetnam hevur 96 mió. íbúgvar. Landafrøði. Londini ið avmarka Vjetnam eru Kambodja, Kina og Laos. Náttúran í Vjetnam er stórsligin við teimum stóru Mekong-áarósunum, kálksteinafjøllunum í Halong-víkini, longu strandaøkjunum, grønu rísakrunum og fjallasíðunum kløddum við teak-trøðum. Høvuðsstaðurin í Vjetnam eitur Hanoi, men hetta er ikki tann størsti býurin. Størsti býurin í Vjetnam eitur Ho Chi Minh City. Náttúran í landinum er ógvuliga ymisk alt eftir hvar í landinum tú ferðast. Hetta kemst m.a. av at suðurlendska veðurlagið er tropiskt, meðan norðurlendska veðurlagið er eitt sindur meira svalligt. Vjetnam hevur eitt tropiskt monsun-veðurlag. Tríggir fjórðingar av landinum eru klæddir við fjøllum og brekkum, meðan síðsti fjórðingurin liggur rundan um tær báðar høvuðsáirnar Song Hong og Mekong. Framvið næstan øllum landinum og áarósunum eru fult av grønum rísakrum. Fólkið. Tríggir fjórðingar av vjetnamesarum búgva á bygd. Av tí at fá eiga bil, og bara ein høvuðsjarnbreyt er í landinum, er tað ógvuliga sjáldsamt, at bygdafólk fara til stóru býirnar Hanoi ella Ho Chi Minh. Mesta fólkið býr í smáum bygdum og livir sum jarðyrkisfólk og verkafólk. Húsini eru smá og stoypt upp, laðað av múrsteini, ella av viði og takt við hálmi og pálmabløðum. Í flestum húsum eru tvey rúm; annað er køkur og borðstova í einum, hitt sovikamar. Vatn er ikki lagt inn í húsini, tað verður borið úr brunninum ella undan lækjuni, sum er tætt við húsini. Í flestum bygdum er ravmagn, og summi fólk hava sjónvarp. Fyrr doyðu so mangir nýðføðingar í Vjetnam, stutt eftir at teir vórðu føddir, at foreldrini hátíðarhildu ikki, at barnið var føtt, men bíðaðu, til tað var fýra vikur gamalt. Hesin siður verður enn hildin. Tá ið barnið verður ársgamalt, halda foreldrini dagin, ið verður nevndur "thoi noi". Tey halda eini fjøl við ymsum lutum framman fyri barnið. Tann lutur, barnið tekur í hondina, sigur, hvat tað fer at gera, tá ið tað er tilkomið. Tá ið kríggið var av, royndu mangir vjetnamesar at rýma av landinum at leita eftir arbeiði ella av ótta fyri, at søkt varð at teimum. Tey hildu til havs í báti og vónaðu at sleppa til Vesturheimin um Hongkong, Maleisia ella Singapor. Eftir kríggið og fram til 1980 flýddu hálv mió. Færri fólk flýddu, tá ið grannalondini fóru at senda flýddar vjetnamesar heimaftur. Í flestum stórbýum í heiminum er bilurin vanligur á vegnum; men í Vjetnam er tað súkklan. Heilt fáir vjetnamesar eru so múgvandi, at teir hava ráð at keypa bil, og tí súkkla næstan øll til arbeiðis ella til handils. Í trokingartíðini á morgni og á kvøldi eru gøturnar í Ho Chi Minh- býi og øðrum stórbýum fullar av fólki á súkklu, sum ringja við klokkunum og rópa á hini, ið súkkla og ganga, um ikki at vera fyri. Fólk liva mest av frukt og grønmeti, ið tey sjálvi dyrka á gørðunum. Kjøt verður bara etið um høgtíðir. Búskapur. Hvønn dag í 13 ár bóru fjølmiðlar um allan heim tíðindi frá ræðuliga Vjetnamkrígnum, sum var ímillum kommunistiska Norðurvjetnam og Suðurvjetnam, ið amerikanarar stuðlaðu. Tá ið kríggið endaði í 1975 við Norðurvjetnamesiskum sigri, var landið púra niðurundirkomið og útarmað, og mong fólk royndu at sleppa sær av landinum. Mong teirra, ið flýddu í báti, doyðu á ferðini av sjúku ella gingu burtur. Bátarnir vóru mangan so ovfyltir, veikir og vánaligir, at teir sukku. Nú verður landið umrøtt, tí at tað ber skjótt framá búskaparliga. Búskaparfrøðingar hava kallað landið "tikaran á súkklu", tí búskapurin er sterkur, men fólkið er fátækt, og einasta akfar, tey hava ráð at keypa, er súkkla. Útlendskar fyritøkur gera íløgur í nýggjan ídnað, og ferðafólk vilja nú aftur. Tveir triðingar av landbúnaðarjørðini í Vjetnam standa undir í vatni meginpartin av árinum; men tað er við vilja, tí at lendið verður nýtt til rísakrar. Í regntíðini floymir vatnið yvir rísmarkirnar, ið verða byrgdar við lágum vøllgarðum, so at vatnið rennur ikki burtur. Tá ið fjarar, koma runutu rísmarkirnar undan. Sáðað verður við hond; tað er konufólkarbeiði. Tveir til tríggjar mánaðir seinna verða rísakrarnir skornir. Manuel Uribe. Manuel Uribe (11. juni 1965 í Monterrey, Meksiko - 26. mai 2014) hevði metið sum heimsins tyngsti persónur. Í Metbók Guinnessar var hann skrásettur at viga 560 kg, men í apríl 2008 hevði hann megnað at koma niður á 317 kg. Hann át fimm máltíðir um dagin, og á matarskránni vóru høsnarungi, omelett, skinka, frukt og grønmeti. Føroya Pro Vita. Føroya Pro Vita er ein felagsskapur, stovnaður 12. juni 1992, ið arbeiðir fyri at verja rættindini hjá barninum í móðurlívi - ella við øðrum orðum: ímóti fosturtøku. "Pro vita" er latín og merkir "fyri lív", og hetta sipar til endamál felagsins. Felagsskapurin byggir á kristiligt grundstøði og menniskjasýni, men er ikki knýttur at nakrari ávísari samkomu. Grundarlagið undir Pro Vita rørsluni er Lejeune yvirlýsingin, ið er orðað av franska ættarbregðisgranskaranum Jerome Lejeune frá París. Pro Vita. Pro Vita er rørsla í ymsum londum, ið arbeiðir fyri at verja børn í móðurlívi - ella við øðrum orðum: ímóti fosturtøku. Í Føroyum er felag, ið kallast Føroya Pro Vita. Slík feløg um allan heim eru leysliga knýtt saman í samstarvinum Right to Life Federation. Grevlingur. Grevlingur (frøðiheiti - "Meles meles") er rándýr av máraætt við hvítt høvd við svartari rípu hvørjumegin. Grevlingur grevur sær gongskipan, grevlingagrøv. Hann grevur ofta inn í brekku ella millum trærøtur. Hvørt ár veksur hann sær holurnar. Stór grøv kann vera reiðiliga 100 ár og hava einar 20 dyr. Einir 15 grevlingar kunnu vera í somu grøv. Bólið gera teir úr grasi, mosa og bløðum, og javnan leggja teir nýtt í bólið. Grevlingur leggur í feb.-mars uppí 5 ungar. Um summarið spæla ungarnir við holumunnan. Etiopia. Etiopia (amhariskt; "ye-Ītyōṗṗyā Fēdēralāwī Dīmōkrāsīyāwī Rīpeblīk") er eitt land í Eysturafrika við umleið 75 millionar íbúgvar. Etiopia er av fátækastu londum í heiminum. Miðallívsævin í landinum er 49.43 ár. Í norðri hevur Etiopia mark við Eritrea og Djibuti, í eystri við Somalia, í suðri við Kenja og í vestri við Sudan. Seinastu árini hava turkur, hungursneyð og kríggj gingið á Etiopia, ið er land við sjáldsomum og gomlum siðum. 57.3 % av fólkinum eru ikki lesifør. Søga. Fleiri enn 100 steinsúlur vórðu reistar í Etiopia. Mangar eru til tann dag í dag, men bara ein stendur enn uppi. Helst vóru tær kongligir gravsteinar. Aksumríkið, sum var við Reyðahavsstrondina í Landnyrðingsafrika í Etiopia, varð bygt í 2. øld. Fólkið í Aksum hevði fyrstan tíð sínar egnu gudar, men tíðliga í 4. øld gjørdist ein av landsins valdsharrum, Ezana kongur, kristin. Seinast í 5. øld hevði meginparturin av fólkinum tikið við kristnari trúgv, sum so líðandi breiddi seg til grannalondini. Síðan blómaði kristindómurin í hesum londum, og nógvar merkisverdar kirkjur, tann kendasta var Santa "Georgskirkjan" í Lalibela í Norðuretiopia, hon var høgd inn í sjálvan klettin. Aksum var týdningarmikið handilsríkið, sum hevði handilssamband við fjarskotin lond, eitt nú India, Persia, Egyptaland og Arábia. Aksum var mætasta ríkið í Landnyrðingsafrika til miðskeiðis í 7. øld, tá ið tað fór at ganga úr hond, av tí at arábiska ávirkanin tók at vaksa í ríkinum. Næstan alla 20. øld var Etiopia einasta stóra ríkið í Afrika, har tey svørtu høvdu sjálvræði sítt. Menelik keisari (17. august 1844 – 12. desember 1913) ráddi í Etiopia frá 1889 til 1913. Meðan evropearar tóku meginpartin av Afrika, tvífaldaði hann ríki sítt, og í 1896 vann hann á einari italskari álopsherdeild við Adua. Í 1917 tók ein skyldmaður hansara, Ras Tafari (merkir fúrsti) (23. juli 1892 – 27. august 1975), við valdinum, fyrst sum ríkisstjóri fyri dóttur Meneliks, Judith, og frá 1930 sum keisari undir navninum Haile Selassie ("Tríeinda ljósið"). Haile Selassie setti sær sum mál at nýskipa Etiopia, helst herin, og hann bannaði trælahaldi. Italiamenn tóku landið í 1935-1936, men í 1941 róku bretar teir burtur haðan, og keisarin kom aftur í trúnuna. Í 1984-1985 var ræðulig hungursneyð í hálendinum fyri norðan; neyðan kom av borgarakríggi, turki, ovfólkan, og at búnaðarjørðin varð útarmað. Um somu tíð kríggjaðist Etiopia við Eritrea. Kríggið endaði í 1991. Etiopiski forsætisráðharrin, Abiy Ahmed, fær friðarheiðursløn Nobels í 2019. Ahmed tók við sum forsætisráðharri í Etiopia í 2018. Hann fær friðarheiðurslønina, tí hann hevur megnað at fingið frið í lag millum Etiopia og Eritrea. Hann hevur leyslatið politiskar fangar, og hevur undirskrivað friðaravtalu við forsetan í Eritrea, Isaias Afwerki. Hann hevur eisini arbeitt fyri at fáa kvinnur upp í politikk, og helvtin at stjórnini hjá honum eru kvinnur. Sum siður er, verður Nobel-friðarheiðurslønin handað 10. desember á ráðhúsinum í Oslo. Fólkið. Í Etiopia eru mong fólkasløg, sum øll hava egið mál og sínar egnu frásagna-, tónleika- og dansisiðir. Fólkadansarar siga søgur úr gerandislívinum. Tónleikur og sangur eiga stóran leiklut, tá ið bygdafólk siga frá siðum sínum og mentan. Fýra av fimm etiopiarum liva av landbúnaði og dyrka til dømis "teff" (eitt kornslag) ella halda húsdýr. Átrúnaður. Etiopiska ortodoksa kirkjan hevur røtur sínar aftur í 4. øld. Stórslignastu minnismerki hennara eru kirkjurnar í býnum Lalibela; tær vórðu høgdar inn í klettin í 12. øld. Kirkjan í Etiopia líkist kirkjunum í Eysturevropa og hevur eisini goymt einstakar jødiskar siðir; men hon hevur síni egnu stórslignu hátíðarhald og sínar egnu høgtíðir. Búskapur. Konufólkini høgga brenni og bera til hús, annaðhvørt at nýta heima ella at selja. Trupulleikin er, at skógurin í Etiopia verður týndur. Tá ið eingi trø eru, rennur moldin burtur í áarføri, ella hon fýkur burtur í vindi. Soleiðis er nógv búnaðarjørð oyðiløgd og vorðin til oyðið skridnalendi. Týdningarmesta útflutningsgrøðin er kaffi, sum mest verður dyrkað í fjøllunum í landslutinum Kaffa, sum hevur givið hesi viðgitnu njótingarplantu navn. Matur. Tjóðarrætturin í Etiopia er "enjera", ið er bleytt flatbreyð, bakað av teffmjøli, etið aftur við stúvningi av kjøti og grønmeti. Sterk, vælkryddað sós, nevnd "wot", verður stoytt oman yvir rættin. Rátt neytakjøt við sterkum kryddi og bræddum smøri er gildismatur. Vanligt er at eta harðkókað egg aftur við rættinum. Tennessee. Tennessee (enskt; "State of Tennessee") er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 6,5 mió. íbúgvum. Nashville er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Næststørsti býurin er Memphis. Eyknevni er Sjálvboðinsstaturin (enskt: "The Volunteer State"). Landslagið og søga. Í norðri hevur Tennessee mark við Kentucky og Virginia, í eystri við North Carolina, í suðri við Georgia, Alabama og Mississippi, og í vestri við Missouri og Arkansas. Har er landslagið eyðkent av stórum gørðum, sum hava stórar víddir til beitilendi. Summir av hesum gørðum, ið eisini verða nevndir ranches, hava tíggjutúsundtals neyt gangandi á beiti. Kjøtið verður flutt út til allan heim. 
Um leið 48 prosent av landjørðini í Tennessee eru velt. Tennessee bleiv lutstatur í USA í juni 1796. Countrytónleikur tók seg upp sum fólkatónleikur ímillum hvíta, fátæka fólkið í Tennessee. Búskapur. Í Tennessee eru bæði nógv og góð landbúnaðarjørð. Týdningarmesti útflutningurin er búnaðarvørur: bummull, tubbak, hveiti, mais, korn og kjøt. Onnur týðandi grøði er soyabønir og jarðnøtir. Bøndurnir dyrka eisini frukt og hava eisini skógarvinnu. Í øllum statinum eru ovurstórir garðar. Summar fyritøkur í landbúnaðinum í Tennessee eru sera stórar. Nógvastaðni eru stórar gróðrarlundir. Gróðrarlundirnar hava framvegis stóran týdning fyri búskapin. Nógv jarðarbrúk eru ómetaliga stór. Ein garður kann vera tríggjar ferðir so stórur sum allar Føroyar. Har hava tey ógvuliga nógvan fenað, serliga neyt til at fáa kjøt. Úr hesum stóru landbúnaðarøkjunum verða landbúnaðarvørur flutt­ar út til nógv lond kring allan heim. Hesi støðini hava so statt ógvu­liga stóran týdning fyri at útvega heiminum mat. Landbúnaðarjørð og skógir eru næstan 90 % av økinum í Tennessee. 
Í Tennessee eru fleiri enn 91.000 garðar.

 Landbúnaðarframleiðslan í 2014 liggur um góðar $2,2 mrd. um árið. Næstan allastaðni í Tennessee gerast garðarnir størri og størri. Tað ber illa til hjá bóndagørðum, sum ein familja rekur, at klára seg fíggjarliga, og tí verða fleiri garðar lagdir saman í størri jarðarbrúk. Alsamt færri bøndur framleiða alsamt meira mat. Tað ber til, millum annað tí at betri tøkni til landbúnað verður ment, og tí at nógv verður gjørt við at kynbøta plantur og húsdýr. Nógv jarðarbrúk hava eisini lagt seg eftir einari ávísari grøði ella kanska tveimum. Harumframt nýta tey flestu nógv handilstøð og eitur móti loki og skaðadýrum. Alt hetta ger, at meira fæst burturúr. Eitt annað týdningarmikið náttúrutilfeingi í Tennessee er teir stóru skógirnir. 

Skógarlendi fevna um umleið 52 % av landaøki í 2014. Oklahoma. Oklahoma (enskt: "State of Oklahoma") er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 3,7 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Oklahoma City. Í norðri hevur Oklahoma mark við Kansas og Colorado, í eystri við Missouri og Arkansas, í suðri við Texas, og í vestri við New Mexico. Eyknevni er Skjóttaristaturin (enskt: "The Sooner State"). Orðið Oklahoma kemur úr Choctaw og merkir "reyðmanslandið". Guvernørurin er síðan januar 2019 Kevin Stitt, sum er limur í Cherokee-ættbólkinum. Fyrrverandi guvernørurin, Mary Fallin, var tann fyrsta kvinnan í guvernørsessinum í Oklahoma. Hon var republikanari; hart í móti fosturtøku, hon vildi ikki hoyra talað um, at samkynd sleppa at giftast, og hon var limur í NRA, sterka felagsskapinum, sum virkar fyri, at amerikanarar sleppa at bera skotvápn. Í Oklahoma eru tey sera von við melduródnir. Fleiri hundrað melduródnir eru á hvørjum ári í melduódnarbeltinum, sum gongur ígjøgnum Oklahoma og Kansas. Í stórari melduródn kann vindferðin vera 350-400 km um tíman, og tvørmátið kann vera 200 m ella meira. Melduódnin flytur seg einar 25 km um tíman. Slíkur vindur rívur lættiliga bæði hús, bilar og fólk um koll. Ódnin Moore kravdi t.d. 24 mannalív í 2013. Oklahoma var betri fyrireika hesaferð enn í 1999, tá ein líknandi ódn rakti stakríkið, og tók lívið av 55. Upprunafólkið. Fyrstu fólk, ið settu búgv í Oklahoma, komu úr Asia fyri fleiri enn 12 000 árum síðan. Tey eltu djórini, ið tey veiddu. Sum frá leið livdu ættirnir í skipaðum samfeløgum. Fjaðrar vístu, hvussu raskur indiáni hevði verið í bardøgum. 1 vísti, at hann hevði dripið ein fígginda; 2 vísti, at hann hevði dripið ein fígginda og tikið hársvørðin við sær; 3 vísti, at hann hevði skorið ein fígginda á háls; og 4 bar boð um, at hann var sjálvur særdur í bardaga. Í 1541 komu á fyrsta sinni fólk úr Spania til Oklahoma. Tey vildu hava lendi og hóttu soleiðis lívsgrundarlagið hjá upprunafólkinum. Indiánarnir í Oklahoma vóru ofta í bardaga við niðursetumenninar. Serliga í 19. øld gjørdu indiánarnir mótstøðu, tá ið oklahomska stjórnin vildi hava teir burtur av leiðunum, har teir hildu til. Eftir harðligt stríð vóru indiánarnir fluttir í friðingarøki, landøki, ætlað teimum burturav. Teir 392 túsund indiánarnir í Oklahoma búgva nú í friðingarøkjum, sum teir sjálvir stýra. Fyri stuttum hava nógvar ættir gjørt um seg og vunnið sær eftur land, sum tær áður høvdu mist. Friðingarøkið hjá osaga, størstu indiánaættini í Oklahoma, er meira enn 5;792φ,80 km2 í Osage County. Indian Territory. Staturin, ið fekk navnið Oklahoma, varð í síni tíð avmarkaður ella avbyrgdur frá hinum statunum og fekk navnið Indian Territory í 1834. Hagar vórðu allir indianarar, sum upprunaliga búðu í øllum USA, savnaðir saman. Í hesum skróvturra landi vestan fyri tiltikna hundraðnda longarstig vórðu indianarafólk savnað saman og flutt til Indian Territory, antin tey vóru av preriuni, úr fjøllunum fyri vestan, úr skógunum fyri eystan, úr Florida ella av mýrilendinum við Mississippi. Filosofiin var tann, at ein indianari var ein indianari, antin hann búði í mýrlendinum í Everglades heilt suðuri í Florida ella í skógarlendinum sunnan fyri tey stóru vøtnini, ella hann var sioux, cheyenne ella irokesari. Teir høvdu ongan kjans at matskaffa sær sjálvir. Tað vil siga, tað var bara ein máti at gera tað uppá, og tað var at liva av tí, sum amerikanska stjórnin útvegaði teimum. Her var talan um tað, sum vit nú á døgum í øðrum sambandi rópa veitingarinntøkur. Við hvørt eitur tað blokkstuðul, við hvørt eitur tað heildarveiting. Heilsuviðurskiftini hjá indianaranum vóru so út av lagi vánalig, at t.d. eitt kent fólk sum cheyenne-fólkið endaði við at vera minni enn trý hundrað eftir til samans. Tá ið tað var minst eftir, var talið tvey hundrað og ein og fýrs. Tað var bannað at selja indianarum í Indian Territory eldvatn, brennivín. Hetta land, indianararnir vóru savnaðir og passiviseraðir í, var rættiliga strálbygt, og tí bar als ikki til at hava eftirlit við hesum loynihandli við brennivíni. Og tað var ikki bara "eldvatn", ið varð selt teimum ólógliga. Alt møguligt annað, sum vanliga var ólógligt, varð selt har, uttan at amerikanska stjórnin hevði møguleika fyri at gera nakað við tað. Indianararnir í Oklahoma vórðu í stórum tali týndir av hungri og sjúku. Innliman. Í november 1907 bleiv Territory of Oklahoma 46. staturin í USA og broytti tá navn til State of Oklahoma. Men áðrenn tað royndi umráðið at koma upp í USA sum tveir ymiskir statir: Oklahoma og Sequoyah, sum í dag er eystari partur av Oklahoma. Hevði Sequoyah havt eydnu við at gerast ein sjálvstøðugur lutstatur, hevði meirlutin av fólkinum har verið úr fimm ymsum indiánaraættbólkum, sum í 1830 vórðu flutt higar úr Mississippi. Fyrstu ferð, at talan var um at gera ein stat her, var í 1902, tá umboð fyri Cherokee, Choctaw, Creek, Chickasaw og Seminole møttust at umrøða hugskotið um ein indiánara-stat. Staturin fekk navnið Sequoyah eftir Cherokee leiðaranum Sequoyah, sum millum annað stóð fyri at gera Cherokee-stavraðið. Ættbólkarnir møttust aftur í 1903 og í 1905, tá teir gjørdu eina grundlóg og løgdu umbønina um sín egna stat fyri amerikansku kongressina. Tað var um reppið, at staturin bleiv veruleiki. Men tríggir politikarar úr eystara parti av USA mæltu forsetanum Theodore Roosevelt frá at taka tveir nýggjar statir úr tá vestara parti upp í USA av ótta fyri, at vestari parturin fór at fáa størri vald og ávirkan enn eystari parturin. Harvið endaðu royndirnar at gera ein stat við indiánskum meiriluta, men grundlógin hjá statinum Oklahoma er bygd á grundlógina, sum teir fimm ættbólkarnir settu saman til tað, sum skuldi verða staturin "Sequoyah". Yvirgangsálop. Í 1996 vaks óttin fyri atsóknum frá víðgongdum hernaðarligum høgrabólkum, sum stríðast fyri hvítum yvirræði í Oklahoma. Í 1995 sorlaði ein bilbumba eini samveldishús í Oklahoma City í Oklahoma, og 167 børn og vaksin doyðu. Høgravíðgongdi Timothy McVeigh (23. apríl 1968 – 11. juni 2001), ið hevði verið amerikanskur hermaður, varð seinni dømdur frá lívinum fyri ræðuligu bumbuatsóknina. Selfoss. thumb Selfoss er ein býur á Suðurlandinum í Íslandi við 6512 íbúgvum. Selfoss er ein partur av Árborg kommunu, sum er størsta kommuna á Suðurlandinum við 7827 íbúgvum (januar 2011). Selfoss liggur 50 km frá høvuðsstaðnum, Reykjavík. Andesfjøll. Andesfjøll eru heimsins longsta fjallarøð. Summi fjøll eru 3000 metrar og hægri. Andesfjallarøðin er 7250 km long, og er fram við allari vesturstrondini í Suðuramerika. Í dølunum og á Altiplano-háslættanum ímillum Bolivia og Perú er fruktagóð landbúnaðarjørð. Í Andesfjøllum eru nógv ráevni í jørðini og mong virkin eldgos. Akraneskaupstaður. Akranes er ein býur við 6 609 íbúgvum (januar, 2009) á Vesturlandinum í Íslandi. Bolivia. Bolivia ella Lýðveldið Bolivia (spanskt: "República de Bolivia", quechua: "Bulibya Republika", aymara: "Wuliwya Suyu") er eitt land í Suðuramerika við 10,0 mió. íbúgvar. Heimsins vandamiklasti vegur er ein veg úr bolivianska høvuðstaðnum Sucre, til eitt øki kalla Yungas, í fimm kilometra hædd og steyrrættum bergi. Ein bilur ferð útav umleið aðru hvørja viku, og árliga doyggja tí eini 200 til 300 fólk á hesum 80 kilometra langa vegastrekki. Stovnan. Simón Bolívar (24. juli 1783 – 17. desember 1830) ferðaðist í Evropa, tá ið hugsjónirnar frá fronsku kollveltingini breiddu seg, og haðan fekk hann íblástur til at vinna øllum Suðuramerika frælsi. Bolívar gjørdist oddamaður fyri tjóðveldisrørsluni í Venesuela í 1812. Hann stóð á odda fyri uppreistri í 1816 og lýsti Venesuela frælst, hóast Spania góðtók tað ikki. Í 1819 helt hann fram í Kolombia, vann á spaniamonnum, og gjørdist fyrsti forseti í landinum. Hann fór aftur til Venesuela, sigraði á spaniamonnum í Carabobo í 1821 og tók Caracas. Tað staðfesti, at Venesuela var frælst og óheft. Síðan fór Bolívar suðureftir at hjálpa øðrum hjálondum at gera uppreistur. Tá ið San Martin legði frá sær sum ríkisleiðari í Perú í 1822, bóðu tjóðveldismenninir Bolívar hjálpa teimum at reka sponsku herdeildirnar, ið eftir vóru, av landinum. Tað gjørdi hann, og í 1824 varð hann útnevndur einaræðisharri. Árið eftir fór Bolívar til Ovara Perú og grundaði eitt tjóðveldi, sum seinni varð kallað "Bolivia" eftir honum. Drøgghandil. Í øldir hevur fólkið í Bolivia tugt kokabløð, sum stimbrað, og sum stilla svongd. Nú á døgum verður kokain vunnið úr bløðnum, eitt ólógligt drøggevni, sum gravgangur er eftir, helst í Norðuramerika og Evropa. Kokarunnurin veksur í rakjørð og krevur lítla og onga røkt, sum matplantur. Eisini loysir seg nógv betur fíggjarliga at dyrka koka enn vanliga grøði. Tí verður nógv koka dyrkað, serliga í oydnum pørtum í Andesfjøllum. Tá ið kokain er vunnið burtur úr kokabløðnum, verður tað smuglað. Kokarunnurin trívst væl í fjalladølunum í Bolivia og er góð inntøkukelda hjá fólkinum, sum býr har. Myndugleikarnir hava roynt at steðga kokadyrkingini og boðið bóndunum pening fyri at leggja um til annan landbúnað, til dømis sukur, bananir og kakao. Hetta hevur ikki borið til, og koka er enn høvuðsgrøði í Bolivia. Búskapur. Í 1883 misti Bolivia strandalendi sítt til Kili, tað var í kyrrahavskríggjunum; tí fer næstan allur útflutningur nú við bili ella toki ígjøgnum Kili og Peru. Stórt náttúrurtilfeingi er í Bolivia, til dømis silvur og tin, men við tað at landið hevur verið so avbyrgt, og at stjórnarskifti hevur verið í heilum, er Bolivia fátækt. Í Bolivia er nógv tin, silvur, blýggj, sink og onnur steinsløg. Tinvinnan er týdningarmikil vinnuvegur, og hóast afturgongd er Bolivia enn ímillum tey fimm londini í heiminum, ið vinna mest tin. Túsundtals fólk arbeiða í námunum; arbeiðsumstøðurnar eru vánaligar, trygdin ring og lønin lág. Mangir námsmenn trúgva, at ein andi, nevndur "El Tio", heldur til í námunum og leggja honum sigarettir sum offurgávu fyri tinið. Fólkið. Eini 70 % av fólkinum eru aymaráindiánar og quechuaindiánar, sum búgva á vindbarda háslættanum, nevndur "altiplano". Teir eiga ikki meiri jørð, enn at teir so dánt fáa dyrkað so mikið, at teir breyðføða seg og síni. Kalt er á hálendinum í Bolivia. Jørðin er kørg, og nógvastaðni eru epli einasta grøði, ið veksur. Aymaráindiánar hava tronglig kor, og arbeiðsdagurin er strevin, hvørki ravmagn ella vatn er lagt inn í húsini. Flestu fólk eru fátækir bøndur, sum dyrka epli, mais og bygg og hava nakrar kýr, seyðir, lamur og høsn. Úr lamuullini virka teir heit klæði, og lamutøðini verða nýtt til brenni. Aymarákonurnar og genturnar ganga undir myrkagrønum, svørtum ella brúnum hatti. Mangir aymaráindiánar ganga í plastskóm, nevndir ojotas. Átrúnaður. Hóast Bolivia er katólskt land, eru gamlir átrúnaðarsiðir ikki heilt gloymdir. Í Titicacavatni er oyggin Isla la Sol (føroyskt; "sóloy"), og gomul trúgv er, at har varð sólin borin í heim. Tónleikur eigur stóran leiklut á stevnum og høgtíðum í Bolivia; spælt verður á panfloytu, trummu og messingljóðføri. Vanligar panfloytur verða gjørdar úr sevi. Jónaoyggjar. Jónaoyggjar ella Jonisku Oyggjarnar (grikskt; "Επτάνησα" ella "Ιόνια νησιά") eru ein oyggjabólkur í Grikkalandi. Landsluturin nevnist á grikskum "Περιφέρεια Ιονίων Νήσων", á enskum eitur landsparturin "Ionian Islands Periphery". Grikska navnið Eptanisa merkir Sjeyoyggjarnar. Hitt grikska navnið og tað sum útlendingar oftast nýta til henda oyggjabólk kemur av navninum á havinum, har oyggjarnir eru, Jóniska havið ella Jónahavið. Størsta oyggin kallast Kefalonia. Jónaoyggjar hava umleið 220 097 íbúgvar (2005). Høvuðsstaðurin eitur Korfu og er á oynni við sama navni. Grundarlagið undir búskapinum er ferðavinna. Málið er griskskt. Álvarsamir jarðskjálvtar raktu oyggjarnar í 1953, serliga Kefalonia var hart rakt, størsti parturin av oynni varð lagdur í oyði. Lítla oyggin Ithaka er m.a. kend tí hon er týdningarmikil partur av søguni í Odyseini hjá Homer, Itaka var heimstaðurin hjá Odysseus. Miðlingurin Malcolm. Miðlingurin Malcolm (upprunaheiti: "Malcolm in the Middle") er ein amerikonsk ungdómssjónvarpsrøð. Søgugongd. 12 ára gamli Malcolm er ein púra vanligur drongur – tað er bara tað, at hann hevur IQ sum flogvit. Eins og hinir tríggir brøðurnir hevur hann lyndi til at vera rokaligur, so ofta og títt er húsatekjan um at fara uppfrá. Mamma Malcolm strevast og stríðist fyri at halda skil á dreingjunum og ikki minst pápa teirra. Malcolm má ofta sanna, at tað er ikki altíð lætt at vera klókur í einum vitleysum heimi, men hann verður skjótt kringur í at handfara tilveruna sum undurbarn. Paul McCartney. Paul McCartney (føddur 18. juni 1942 í Liverpool) er ein av heimsins kendastu sangskrivarum. Hann byrjaði yrkisleið sína í The Beatles saman við John Lennon, George Harrison og Ringo Starr. Saman skrivaðu Lennon og McCartney teir flestu sangirnar hjá The Beatles. The Beatles vóru virknir millum 1962 og 1970. Í 1970'unum fekk Paul McCartney sær ein nýggjan bólk, so hann aftur fekk spælt konsertir. Bólkurin nevndist Wings. Einastu tónleikararnir, sum eru við á øllum plátunum hjá Wings, eru, umframt Paul McCartney, kona hansara Linda McCartney og gittarleikarin Denny Lane, sum eitt skifti hevði spælt í enska tónleikabólkinum The Moody Blues. Bólkurin Wings varð upploystur um ársskiftið 1980-1981, og síðani tá hevur Paul McCartney virkað sum solistur. Sambært metbókini hjá Guinness er Paul McCartney ríkasti tónleikari í heiminum. Arkansas. Staturin Arkansas (enskt: "State of Arkansas") er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 2,9 mió. íbúgvum. Little Rock er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Í norðri hevur staturin mark við Missouri, í eystri við Tennessee og Mississippi, í suðri við Louisiana, og í vestri við Oklahoma og Texas. Eyknevni er Náttúrustaturin (enskt: "The Natural State"). Økið er eitt tað týdningarmesta, har m.a. rís verður dyrkað í USA. 
Til støddar er Arkansas sum Ongland, men fólkatættleikin er lítil, bert 22 íbúgvar/km². Fleiri kend fólk hava búð í Arkansas; t.d. eru bæði Johnny Cash og Bill Clinton úr Arkansas. Landafrøði. Veðurlagið í Arkansas er fyri tað mesta meginlandsveðurlag. Her er summarið heitt. Vetur­in er ofta ógvuliga kaldur og turrur, tí langt er til varman og væt­una í sjónum. Meginlandsveðurlagið er sostatt eyðkent av heitum sumrum og køldum vetrum. Har eru langar fjallarøðir, skógir, víðar fløtur, háslættar og stórar áir. Norðari partur av statinum er eyðkendur av fleiri fjallarøðum, m.a. Ouachita Mountains og Ozark Mountains. Fjøllini, ið eru klødd við stórum skógum, gera tað til eitt stað við einastandandi náttúru. Tann hægsti tindurin, Mount Magazine, er 839 metrar høgur. Meiri enn 23 % av Arkansas eru berlig fjøll, og næstan alt, sum eftir er, er skógur. Grasfløturnar í Eystur-Arkansas eru týdningarmesta landbúnaðarlendið. Sæð undir einum er Arkansas eitt sera strálbygt stakríki. Tað vil siga, at miðal­talið av fólki fyri hvønn km² er sera lágt. Fólkatættleikin er í miðal um leið 22 fólk fyri hvønn km². Tað vil siga, at um alt slag av lendi verður tikið við, so hevur hvørt fólk so nógv pláss í part, sum svarar til um leið fimm fótbóltsvøllir. Men tað er misjavnt, hvussu nógv pláss er í part kring stakríkið. Eini 56 % búgva í býum ella í øðrum tættbygdum økjum. Góð 44 % búgva í fámentum økjum í 2010. Hóast samlaða nettotalið sigur, at Arkansas spakuliga verður urbaniserað, so er staturin framvegis sera ruralur. Tað er ikki bara í Little Rock, at urbaniseringin er farin fram, men eisini úti á bygd. Størsta vatnið í Arkansas er í Hot Springs. Tað verður nevnt Lake Ouachita. Vatnið verður nýtt sum drekkivatn og er sostatt størsta drekki­vatnsgoymsla í statinum. Mississippi River er tann longsta áin í Arkansas (3734 km). Áin Arkansas River er næstlongsta, hon er 2364 km. Búskapur. a> er í Arkansas. Fram við næstan øllum landinum og áarósunum eru fult av grønum rísakrum. Landbúnaðurin hevur alstóran týdning í Arkansas; umleið 43 % av landjørðini eru velt. Veðurlag og jørðildi hava nógv at siga fyri, hvussu jørðin verður brúkt. Í statinum er nógv fjøll og stórur skógur, og tað er sera ótætt bygt. At kalla allur norðari partur av Arkansas er fjallalendi, høgar eggjar við djúpum dølum ímillum. Tey størstu dyrkilendini eru at finna sunnarlaga í Arkansas. Her velta tey m.a. rís, hveiti, mais og bummull. So hvørt sum maskin­urnar gera meiri og meiri av arbeiðinum í landbúnað­inum, skulu alt færri fólk til at framleiða tann matin, sum okkum tørvar. Við at nýta maskinur kann ein einsamallur bóndi tí arbeiða stórar víddir. Í Arkansas arbeiða 287 000 (uml. 20 %) fólk í landbúnaðinum. Í Arkansas verður nógv kjøt fram­leitt. Fenaðurin, sum gongur á beiti, kann vera neyt, seyður, geitir, jakkneyt ella lamur. Kjøt, ull og mjólk hevur mest at siga av tí, sum fæst burtur úr húsdýrahaldi. Leingi var tað soleiðis, at bara í Arkansas lógu næstan tvey prosent av allari landbú­naðar­jørð óbrúkt vegna sonevnda ovfram­leiðslu. Av og á vórðu stórar rúgvur av korni brendar. Nú á døgum verður alsamt størri partur av landbúnaðarjørðini brúkt til grøði, sum til ber at vinna etanol úr. Tað verður brúkt sum brennievni til bilar í staðin fyri bensin. Tað ber til at velta hesa grøðina umaftur og umaftur, og tí er etanol ein rávøra, sum kann verða endurnýggjað. Eingin semja er um, at etanol sum brennievni til bilar er gott fyri umhvørvið. Ein orsøk er, at tað fer so nógv orka til at gera etanolið. Verður tað gjørt úr til dømis hveiti, so skal nógv orka verða brúkt til handilstøð, til maskinurnar, sum skera akurin, og til verksmiðjurnar, sum gera etanolið. Tað skulu stórar nøgdir av rávøru til at útvinna etanol. Tað vil siga, at har skulu stórir akrar til. Hóast landbúnaður er høvuðsvinnuvegurin, so hevur ídnaðurin eisini nógv at týða fyri Arkansas. Rasuófriður. Í 1954 eydnaðist teimum, sum stríddust søk teirra svørtu, at fáa hægstarætt at viðurkenna, at svørt og hvít børn skuldu ganga í sama skúla í USA. Í Little Rock í Arkansas setti statsovastin statshirðina at halda skil á og vísti 9 svørtum næmingum úr skúlanum. Forsetin í USA sendi samveldisherdeildir til Little Rock at ansa eftir, at svartir næmingar sluppu í skúla. Størstu býir. Landaøki og býir í Arkansas Georgia (USA). Georgia (enskt: "State of Georgia") er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 10 mió. íbúgvum. Atlanta er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Eyknevni er Ferskustaturin (enskt: "The Peach State"). Staturin liggur í suðureystara parti av USA. Í norðri hevur Georgia mark við Tennessee og North Carolina, í eystri við South Carolina, í suðri við Florida, og í vestri við Alabama. Atlantshavið liggur í eystri. Hægsta punktið eitur Brasstown Bald. Brasstown Bald er á markinum til North Carolina í Norðurgeorgia. Sonny Perdue (føddur 20. desember 1946 í Perry, Georgia) er guvernørur í Georgia. Hann umboðar republikanararnar. Í Georgia eru ofta melduródnir. Slíkar melduródnir kunnu elva til stóran skaða, men vanliga bara á einum lítlum øki. Tropiskar ódnir verða til uppi yvir heitum sjógvi, tá ið slavin, heit luft fer uppeftir og fer at mala í ring. Fyrst melur ódnin spakuliga runt, men tá ið hon kemur inn yvir land, kann ferðin vera komin upp í 300 kilometrar um tíman. Tað svarar til um leið 83 m/s. Ein ógvislig ódn, sum fer inn yvir land, kann oyðileggja alt, sum fyri er - bilar, skógir, hús, akrar. Í apríl 2011 gjørdi ódnin stóran skaða, serliga í Ringgold og Cedartown. Um leið 15 fólk lótu lív í ódnini. Søga. Í mai mánaði 1794 fór Elijah Clarke um markið inn í vestara part av Georgia, sum varð ætlað Creek-indiánarunum, og stovnaði lýðveldið "Trans-Oconee". Creek-ættin hevði havt ræðið á økinum síðani 1790, tá Treaty of New York varð undirskrivað, og avtalan gav teimum eisini heimild til at taka sær av teimum, sum í heimildarloysi komu inn á økið - sonevndir "trespassers". Men Elijah Clarke helt uppá, at um Creek-ættin ikki megnaði at reka fólk burtur, áttu tey eisini rætt til at seta seg niður í økinum. So saman við nøkrum øðrum monnum gjørdi hann innrás, og tá Creek-fólkið ikki gjørdi nakað við teir, fóru teir undir at býta landið sínaámillum, gera skansar, orða grundlóg og halda val. Forsetin George Washington helt lítið um gerðirnar hjá Clarke og trýsti guvernørin í Georgia, George Mathews, til at noyða Clarke burtur av landinum. Hervið kom Mathews í eina kroysta støðu, tí nógvir georgiarar dámdu ikki Creek-ættina og vóru ímóti, at hon hevði fingið landið. Men tá hann fekk at vita, at gerðirnar hjá Clarke kundu eggja øðrum til at gera tað sama runt um í Georgia, sendi George Mathews í september 1794 1,200 menn eftir Elijah Clarke og hansara viðhaldsfólkum. Clarke valdi at yvirgeva seg og fara, og tað varð endin á Trans-Oconee lýðveldinum í vestara parti av Georgia. Landafrøði. a> ta tíðina, britar ráddu í landinum. Sunnarlaga í Georgia eru stórur grasfløtur. Av tí landið er so slætt, renna áirnar ógvuliga krókutar og makar. Í móruni fram við áarbakkunum vaksa heilir skógir av sevi, og har er eisini eitt útvalt tilhaldspláss hjá ymsum dýrasløgum (m.a. Amerikanski alligatorurin). Har er eisini eitt tað besta kornlendið í Norður-Amerika. Atlanta er høvuðsstaðurin og hevur stóran týdning fyri samferðslu og handil. Annars er hann mettur at vera størsti ídnaðarbýur í Georgia. Atlanta er nakað miðskeiðis í lutstatinum og er tann størsti býurin í Georgia. Ein annar stórur býur er Savannah. Har er besta skipahavnin. Savannah er eisini tann elsti býurin í Georgia. Í Georgia er rættiliga nógvur skógur, heyggjalendi og nógv vøtn. Fram við vøtnunum vaksa næstan allastaðni skógir, og ofta skera skógvaksin nes seg út í vøtnini. Nógvir hólmar eru eisini úti í vøtnunum, og summir kunna vera rættiliga stórir. Sumrini har eru heit, og jørðin ber væl korn. Stórir skógir vaksa ymsastaðni. Teir høgga nógvan við í Georgia, og nógv av honum verður útflutt. Skógbrúkið hevur ovurhonds nógv at týða; um tveir triðingar av statinum er skógvaksið. Afturat teimum, sum høgga viðin, halda nógvir veiðimenn til á skógunum, og teir skjóta á hvørjum ári nógv av minkum, bjarnum, rádýrum, revum og øðrum dýrum, sum hava virðismikil skinn. Fyri norðan eru Blue Ridge-fjøllini. Har eru óføra stórar fjallaheiðar, sum ganga norður ímóti Carolina-markinum. Tað eru heldur høg fjøll, fyri tað mesta skógvaksin. Veturin er kaldur, men summarið er heitt; tað kann henda, at tað eru 40 hitastig. Veðurlagið í Georgia er heitt, og teir dyrka eina nøgd av bummull. Veðurlagið fram við Atlantshavinum er so lýtt, at trøini missa ikki bløðini, har dyrka teir m.a. vín. Tað lýggja veðurlagið á Cumberland Island (størsta oyggin í Georgia) og fram við Atlantshavinum ger, at nógv fólk allastaðni úr Georgia leitar hagar, summi til gaman og summi til at søkja heilsubót. Til teirra, sum bert koma at halda feriu, hevur t.d. Cumberland Island latið byggja stásilig gistingarhús. Búskapur. Í Georgia eru bæði nógv og góð landbúnaðarjørð. Í Georgia eru their einstøku bóndagarðarnir ofta spjaddir úti í landslagnum, men viðhvørt eru teir saman í einari bygd. Fyrr var vanligt í øllum USA, at garðarnir vóru tætt saman í bygdum ella smáum býum, men nýggir mátar reka landbúnað hava broytt hetta. T.d. hevur hvør garður nú nógvar stórar maskinur, og teimum tørvar meira pláss enn tað, sum var í teimum smølu gøtunum inni í bygdini. Hallir maskinur og stór fjós krevja pláss, og tað er ein orsøk til, at garðarnir mangan eru fluttir út og standa fyri seg sjálvar. Stór beitilendi eru víða hvar í Georgia. Um næstan alt Georgia hava tey neyt, bæði mjólkneyt og kjøtneyt. Nógv er eisini til av grísum, men teir ganga sjáldan úti á beiti. Flestu grísar eru altíð innandura. Sí eisini. * Harriet Beecher Stowe. Harriet Beecher Stowe (14. juni 1811 – 1. juli 1896) var amerikanskur rithøvundur og abolitionistur, sum gjørdist kend um allan heim av bókini Tummasarsmáttu (enskt; "Uncle Tom´s Cabin"). Harriet vaks upp í einum kristnum heimi, pápin var prestur. Hon fór at arbeiða saman við systur sínari Cathrine sum lærari og giftist í 1836 við Calvin Stowe sum eisini var prestur. Tey fingu sjey børn, men fleiri doyði meðan tey vóru smá. Harriet hjálpti til við at uppihalda familjuni við at skriva. Skaldsøgan um Tummas byrjaði sum framhaldssøga í anti-træla tíðarritinum National Era. Stowe kendi væl til trælahald, anti-trælahaldsrørsluna og við undargrundarjarnbreytina. Kentucky, sum lá beint yvirav Cincinnati, har Harriet og familjan búði, var ein trælastatur. Húsini hjá Harriet Beecher Stowe í Hartford í Connecticut. Lógin um viðferð av trælum, ið flýddu, sum kom í gildi í 1850, fekk Harriet Beecher Stowe at taka aktivian lut ímóti trælahaldi. Tá ið bróðurkona hennara einaferð skrivaði til hennara: "Harriet, um eg hevði duga at brúkt ein penn so væl sum tú, hevði eg skrivað okkurt, sum fekk alt landið at kenna á sær, hvussu forbannaður trældómur er," gjørdist hon fullviss í at hon skuldi skriva okkurt um trælahald. Hon fór í holt við at tosa við flýddar trælir og trælaeigarar og las ein hóp av bókum um evnið. Hon læt fyrst søgurnar prenta sum framhaldssøgur, og hildið verður, at høvuðspersónurin í mangar mátar er grundaður á Josiah Henson, sum sjálvur hevði verið trælur og hevði skrivað um upplivingar sínar. Tá ið bókin kom út í 1852, varð hon seld í 10 000 eintøkum eftir einari viku. Longu í 1854 var hon týdd til 60 ymisk mál. Harriet Beecher Stowe andaðist tann 1. juli 1896 í Hartford, ið er høvuðsstaður í Connecticut. J.K. Rowling. Joanne Rowling, betur kend sum J.K. Rowling (fødd 31. juli 1965 í Yate, Gloucestershire) er enskur rithøvundur. Rowling vaks upp í Gloucestershire, fyrst i Winterbourne í nøkur ár og seinni í Tutshill, nærindis Chepstow í Monmouthshire. Hon las franskt og bókmentir á lærda háskúlanum í Exeter. Seinni flutti hon til London og arbeiddi hjá Amnesty International og fór síðan til Portugáls at undirvísa í enskum. Eftir hetta búsetti hon seg í Edinburgh. Hon fekk hugskotið til Harry Potter í einum toki millum Manchester og Kings Cross í London. Hon skundaði sær til hús og skrivaði hugskotini niður, og næstu fimm árini arbeiddi hon við at finna uppá søgur um Harry Potter. Handritið til fyrstu bókina Harry Potter og Vitramannasteinurin varð liðugt í 1995 og varð sent til 12 forløg, sum øll takkaðu nei. Eitt ár seinni játtaði forlagið Bloomsbury at geva handritið út og tað var serliga tí, at átta ára gamla Alice Newton, ið var dóttir formannin á forlagnum, fekk fyrsta part av handritinum at lesa og beinanvegin bað um at sleppa at lesa meira. Tað, ið síðan hendi, er ein viðgangssøga. J. K. Rowling gjørdist kend um allan heim, bøkurnar um Harry Potter selja sum heitt breyð, filmar eru gjørdir, spøl og onnur vøra við Harry Potter vørumerki á verður selt um allan heim. Sjálv er hon ein av ríkastu kvinnum í heiminum, allar bøkurnar hava sligið met á sølulistum. Tann sætta bókin, Harry Potter og Hálvblóðsprinsurin seldi fleiri entøk í eitt døgn enn Da Vinci Code í eitt ár. Sjeynda bókin um Harry Potter kom út á enskum 21. juli í 2007, tað er eisini seinasta bókin um Harry. Maine. Maine (enskt: "State of Maine") er stakríki í landnyrðingsparti av Sambandsríkinum Amerika. Maine er størsta stakríkið í Nýonglandi. Maine hevur umleið 1,3 mió. íbúgvar. Høvuðsstaðurin er Augusta og størsti býurin er Portland. Í norðri, eystri og vestri hevur Maine mark við Kanada (landslutur Quebec og New Brunswick). Eisini í vestri hevur Maine mark við New Hampshire. Í eystri liggur Atlantshavið. Eyknevni er Furutræstaturin (enskt: "The Pine Tree State"). Í 1620 komu pílagrímarnir til Maine. Átrúnaðarlig viðurskifti høvdu noytt teir at rýma úr Onglandi. Landalæra. Norðari partur av eysturstrondini líkist nógv aftur í landslagið í Vesturevropa. Har eru heilt djúpir áarósar sum firðir, og av tí at munurin millum fjøru og flóð er ógvuliga stórur, 15 m. í støðum, so legst runan ikki í áarmunnunum, men munurin ger eisini, at tað hevur verið stórt arbeiði at byggja tær nógvu góðu havnirnar, sum eru har. Summastaðni er vøkur strandstrond, ið verður nýtt til baðipláss. Í fyrstani, tá ið evropear komu til stakríkið, vaks skógur heilt út til strondina nógvastaðni, men teir ruddaðu skógirnar, so teir kundu fáa dyrkað jørðina. Moldin er góð, og havættin førir vætu við sær, so har er gott kornlendi. Tær størstu áirnar í Maine eru Kennebecá og Penobscotá. Grand Canyon. Grand Canyon liggur í eini oyðimørk í Norðurarizona í USA. Hon er ein ógvuliga stór og djúp gjógv, ið hevur nógv grótløg. Einaferð í fyrndini hava rembingar í jarðarskorpuni trýst hesi grótløgini uppeftir. Grand Canyon gjógvin er nú í støðum 1,6 km djúp. Coloradoá rennur í botninum á gjónni. Í gjáarvegginum síggjast fleiri ymisk løg av gróti. New Hampshire. Staturin New Hampshire (enskt: "State of New Hampshire") er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingshorninum av Sambandsríkinum Amerika. New Hampshire er tað fjórðstørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir Maine, Massachusetts og Vermont. Her í New Hampshire búgva umleið 1,3 mió. fólk. Høvuðsstaðurin eitur Concord og størsti býurin er Manchester. Í norðri hevur Maine mark við Kanada (Quebec), í eystri við Maine, í suðri við Massachusetts, og í vestri við Vermont. Í eystri liggur Atlantshavið. Eyknavni er Granittstaturin (enskt: "The Granite State"). Stórur partur av landi er hagi og skógur. Størsti parturin av statinum er skógur – góð 89 prosent. Norðan fyri bygdina Jackson røkkur Mount Washington upp í 1917 m hædd, tað hægsta fjallið í Nýonglandi (og í New Hampshire). Stakríkið hevur 29 kilometrar við strond í Rockingham County. Politikkur. New Hampshire er ein týdningarmikil statur hjá teimum, sum vilja gerast forsetavalevni hjá einum flokki í USA; New Hampshire er annar staturin við undanvali. Tað er á undanvalunum, at stóru flokkarnir, demokratarnir og republikanararnir (GOP), finna fram til hvør gerst forsetavalevni. Stendur eitt valevni seg væl í New Hampshire, kann tað styrkja hann ella hana í hinum statunum. New Hampshire er eitt av mest konservativu statum í Nýonglandi. Í New Hampshire er m.a. deyðadómur. Í 1734 til 1939 eru í minsta lagi 24 fólk dømd til deyða. Ongin hevur verið tikin av døgum tey seinastu 76 árini, hóast revsilógin hevur loyvt deyðarevsing. Heinging er eisini ongantíð strikað í New Hampshire-lóggávu, og dómararnir hava framhaldandi møguleika at døma deyðarevsing. Samkynt hjúnaband. 1. januar 2010 samtykti stjórnin at broyta vígslulógina soleiðis, at samkynd nú hava rætt til at giftast í statinum. Lógin er broytt soleiðis, at hjúnaband er millum mann og kvinnu, mann og mann og kvinnu og kvinnu. Í New Hampshire hava samkynd eisini fingið loyvi til at adoptera. Sostatt er lógin samtykt, og samkynd kunnu nú ættleiða í New Hampshire, á jøvnum føti við hetroseksuell. Kelda. * Barbara Park. Barbara Park er amerikanskur rithøvundur, fødd í 1949 og vaks upp í Mount Holly í New Jersey og býr nú við manni og tveimum synum í Phoenix í Arizona. Hon er serliga kend fyri bøkurnar um Junie B. Jones, sum eru sera skemtiligar. Scott Corbett. Scott Corbett (1914-2006) var amerikanskur rithøvundur, føddur í Kansas City, Missouri. Hann tók journalistútbúgving í 1934 og flutti til New York at starvast sum journalistur. Í øðrum veraldarbardaga var Corbett í 42. gonguherliði, var tíðindafólk hjá Stars And Stripes, eitt amerikanskt hernaðarligt blað í Evropa og var seinasti ritstjóri á Yank, einum hernaðartíðarriti, sum hevði sæti í París. Hann var eina av fyrstu tíðindafólkunum, sum kom í týningarleguna Dachau, tá ið kríggið var um at vera av. Hann skrivaði fyrst bøkur til vaksin. Fyrsta bókin The Reluctant Landlord, sum kom út í 1950, varð filmatiserað í 1951 og fekk heitið Love Nest. Í filminum hevði m.a. Marilyn Monroe ein leiklut. Hann skrivaði fyrstu barnabókina Susie Sneakers í 1956 og skrivaði framyvir næstan bara fyri børn. Í 1957 flutti hann til Providence á Rhode Island og fór at starvast sum lærari. Í 1965 gavst hann sum lærari og gjørdist rithøvundur burturav. Madonna. Madonna Louise Ciccone er fødd 16. august 1958 í Bay City í Michigan í USA. Hon er ein av átta børnum í eini stórari italskari familju. Hon er fyrst og fremst sangari og sangskrivari, men eisini filmsleikari, dansari og rithøvundur. Madonna skrivaði sáttmála við Sire Records í 1982 og hevur síðan selt tvey hundrað milliónir fløgur um allan heim. Sum sangari er hon kend og fagnað um allan heim. Hon verður søgd at vera tann sangarinnan, sum hevur vunnið flest pengar í yrki sínum. Sagt verður, at konsertferðin hon gjørdi í 2006, Confession Tour, er mest væleydnaða konsertferð, nøkur sangarinna hevur gjørt. Hon er eisini dansari. Var við í dansibólkinum hjá Marthu Graham og Alvin Ailey Dance Troop í New York. Hon er filmsleikari. Hon hevur spælt við í Desperately Seeking Susan, Dick Tracy, A League Of Their Own, Truth Or Dare og í Evita, har hon vann eina Golden Globe. Hon er eisini rithøvundur og hevur skrivað fimm bøkur til børn. Fyrsta bókin Ensku Rósurnar kom út í 2003. Madonna býr við manni og børnum í London og Los Angeles. Isaac Bashevis Singer. Isaac Bashevis Singer (21. november 1902 – 24. juli 1991) var amerikanskur rithøvundur, føddur í Pólland og ein av leiðandi rithøvundunum innan jiddiskan skaldskap. Familjan búði í Warszawa, men mátti flyta til heimbygdina hjá mammuni í 1917 orsakað av tí, ið fór fram undir fyrra veraldarbardaga. Í 1923 flutti Singer aftur til Warszawa og fór at arbeiða á einum bókmentaligum tíðarriti har. Í 1935 fór hann til USA fyri at sleppa undan vaksandi fasismuni í Pólland. Singer gav út einar 18 skaldsøgur, 14 barnabøkur, ritroyndir og greinar, men er serliga kendur sum stuttsøguhøvundur. Naddoddur (bátur). Naddoddur er seksæringur, sum bátasmiðurin Jóhan Olsen á Tvøroyri hevur smíðað. Báturin var flotaður 31. mai 1997. Nadoddur er smíðaður sum róðrarbátur við gomlum sniði, og er ein roynd at varðveita fornt føroyskt bátasnið. Tað er eitt áhugafelag, Bátafelagið Naddoddur, ið hevur latið bátin smíða og eigur bátin. Naddoddur hevur verið fleiri uttanlandsferðir. Fyrsta árið, í 1997, var róð og siglt til Noregs, har báturin var við til túsundárahaldið í Trondheimi. Ferðin tók 3 samdøgur hvønn vegin. Eitt annað summar hevur Naddoddur vitjað á eysturlandinum í Íslandi. Seinastu árini hevur báturin ikki verið uttanlands. Bátafelagið Naddoddur. Bátafelagið Naddoddur er áhugafelag, ið eigur seksæringin Naddodd. Felagið við heimstaði á Tvøroyri, var stovnað 19. november 1995 og hevur umleið 120 limir. Endamál felagsins er at varðveita gomlu føroysku bátamentanina. Felagið hevur ognað sær eitt stórt gamalt neyst at goyma bátin í. Neystið er stórt og verður samstundis nýtt sum felagshús. Vermont. Stakríki Vermont (enskt: "State of Vermont") er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingshorninum av Sambandsríkinum Amerika. Vermont er tað triðstørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir Maine og Massachusetts. Her í Vermont búgva umleið 626 000 fólk. Montpelier er høvuðsstaðurin og størsti býurin er Burlington. Vermont er eitt av minstu stakríkunum í Sambandsríkinum Amerika. Í norðri hevur Vermont mark við Kanada (Quebec), í eystri við New Hampshire, í suðri við Massachusetts, og í vestri við New York. Í 1791 bleiv Vermont stakríki í USA. Eyknevni er Grønfjallstaturin (enskt: "The Green Mountain State"). Tað mesta av stakríkinum er fjallalendi, og ofta eru fjøllini skógvaksin. Umhvørvið er sera grønt. Vermont er mest sum bara skógarlendi (78,2 % í 2015) við nøkrum fruktagóðum dølum upp ímillum. Bygdirnar í Vermont eru ofta heldur smáar. Tey dyrka bæði hunangur, mais og landbúnaðarvara. Neytum hava teir nógv av; nógv av mjólkini verður gjørt til ost. Men gitnast er Vermont fyri siropur. Upprunaliga var tað kallað “Vermont siropur”. Høvuðsstaðurin í Vermont er Montpelier. Hann er kendur sum ein av vakrastu býunum í New England, og fólk í hundratúsundatali søkir hagar á hvørjum ári. Her er heitt-temprað veðurlag og leyvskógir við ymsum leyvtrøum. Eins og í øðrum vakstrarbeltum – serliga í Evropa – hava menniskju havt ávirkan á nógv. Fyrr høgdu fólk leyvskóg fyri at fáa við og byggitilfar til hús og bátar. Eisini sumrini eru lýggj og long til, at har kunnu vaksa bæði leyv- og nálatrø. Men leyvtrøini standa ikki grøn alt árið, tí vetrarnir eru ikki nóg mildir, bløðini falla av um heystið og koma aftur um várið. Hesi trø kalla vit tí leyvfallandi trø. Í New England er árligi hitamunurin so stórur, at fýra árstíðir eru: heyst, vár, summar og vetur. Harumframt regnar allar tíðir á árinum. Í fleiri øldir fyri okkara tíðarrokning vóru mohawk-indiánar høvuðsfólkið í Vermont. Pennsylvania. Samveldið Pennsylvania (enskt: "Commonwealth of Pennsylvania") er eitt stakríki í Sameindu Statunum við umleið 12,7 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin er Harrisburg og størsti býurin er Philadelphia. Í 1787 bleiv Pennsylvania lutstatur í USA. Í norðri hevur Pennsylvania mark við New York, í eystri við New Jersey, í suðri við Delaware, Maryland og West Virginia, og í vestri við Ohio og West Virginia. Í útnorðri liggur Erievatn. Eyknevni er Lokasteinstaturin (enskt: "The Keystone State"). Høvuðsmálið í Pennsylvania er enskt. Eisini eru stórir týskttalandi minnilutar í Pennsylvania ("Pennsylvania Dutch"). Navnauppruni. Stakríkið Pennsylvania eitur soleiðis, tí at ein teirra, ið grundlegði hesa koloniina, var eingilskmaðurin William Penn (1644-1718). Indiánarnir. Indiánarnir í Pennsylvania búðu í rætthyrntum træhúsum. Teir vóru í hjartarskinsklæðum, sum ofta vóru prýdd við perlum. Tá ið evropearar komu til Pennsylvania, vóru mangar ymiskar indiánamentanir har, og hildið verður, at har búði eini 300.000 fólk íalt. Miðskeiðis í 18. øld vóru tey nógv fækkað, m.a. av pokum. Mangir indiánar doyðu eisini í stríðnum við niðurlendskar, bretskar og franskar niðursetumenn eystantil. Fyrstu árini var sum oftast gott vinalag og samstarv ímillum indiánar og niðursetumenninar. Men protestantiskir og katólskir niðursetumenn royndu at umvenda indiánarnar til kristna trúgv og at fáa teir at liva og hugsa sum evropearar. Tað vildu teir ikki, og tá hildu niðursetumenninir einki skeivt vera í at drepa teir. Í 18. øld tørvaði niðursetumonnunum meiri dyrkilendi, og indiánararnir játtaðu teimum tað. Eftir teirra hugsan kundi eingin eiga jørð, teir góvu bara niðursetumonnunum rætt til at nýta hana. Men niðursetumenninir hildu seg hava rætt til at ognartaka jørðina og girdu hana inni og róku indiánararnar langt vestureftir, fjart frá heimlondum sínum í Pennsylvania. Í 1770 búðu umleið 430 000 fólk í Pennsylvania. Fólkið. Fleiri enn 59,000 amishfólk búgva í Pennsylvania, tey flestu á bygd ella í smáum býum. Amishfólkini búgva uttanfyri Philadelphia - úti á landinum í m.a. Lancaster County, har ið tey eru á bóndagørðum við ongum ravmagni. Amishfólkið liva uttan nýmótans hentleikar; tey ynskja einki nútímans produkt, so streymur er forboðin. Fyri tey merkir amerikanski dreymurin um vælferð og viðgongd tað sama sum at liva við brotsverkum, harðskapi, rúsdrekkamisnýtslu og hjúnaskilnaðum. Amishfólkið hevur í staðin valt tað einfalda lívið. Tað sæst, hvar ið ein amish-bóndagarður er, um bert eitt kertiljós er í vindeyganum um kvøldið, og tað annars er myrkt. Tey selja vistfrøðiligt grønmeti og aðrar hondgjørdar vørur so sum stólar, hondflættaðar kurvar og aðrar húsvørur, og pynt eisini. Mong amishfólk búgva í rættiliga avbyrgdum dølum, og amishfólkið talar pennsylvaniatýskt. Ídnaður. Pennsylvania er eitt tað fremsta ídnaðarlandið í USA, og orsøkin til tað eru tey nógvu ráevni, sum eru í statinum. Har er kopar, blýggj, silvur, gull, sink, jarn, o.a. Mesta jarnið varð høgt nærhendis býnum Johnstown (nú mest sum undangingið), meðan bestu kolalindirnar eru enn nær Pittsburgh. Nógvastaðni í Pennsylvania byggja tey stóru feløgini, sum eiga ídnaðarvirkini og námini, hús til arbeiðsfólkið. Av tí at einki kol er í t.d. Minnesota, verður málmurin førdur við skipum til havnir við Erievatn og haðani koyrdur til Pittsburgh. Har verður so jarnið stoytt. Men hóast Pennsylvania hevur meiri jarnmálm enn nakað annað stat, so er tað so nógv ov lítið. Nýtslan er so stór í USA, at teir mugu flyta nógvan málm inn úr øðrum londum sum til dømis Venesuela og Kanada. Heimskreppan 1929. Eftir fyrra heimsbardaga, var USA ríkasta og sterkasta land í heiminum, og útflutningurin til krígsherjaða Evropa vaks ógvuliga nógv. Skjótt hevði tað ovurframleiðslu við sær, útboðið gjørdist størri enn eftirspurningurin. Útflutningurin minkaði, ídnaðurin avmarkaði framleiðsluna, flutningsfeløgini minkaðu virksemið, og ikki leið long tíð, til fleiri milliónir arbeiðspláss vórðu burtur. Samstundis hildu peningamenn og bankar fram at keypa og selja á virðisbrævamarknaðunum. Í oktober í 1929 gjørdist brádliga ruðuleiki á virðisbrævamarknaðinum í Wall Street í New York, tá ið fleiri milliónir virðisbrøv vórðu seld í einum. Úrslitið varð, at fyritøkur, bankar og einstaklingar fóru á heysin. Eftir einum degi feyk alt álit á fíggjarskipanina, og brátt varð allur Vesturheimurin lamdur av álvarsligari búskaparkreppu. Í Evropa royndu stjórnirnar í teimum ymsu londunum at berjast ímóti kreppuni á ymsan hátt. Í Týsklandi hevði kreppan við sær, at Hitler og nazistaflokkur hansara fingu dygga undirtøku. Ohio. Staturin Ohio (enskt: "State of Ohio") er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 11,5 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Columbus. Í 1803 bleiv Ohio lutstatur í USA. Í útnorðri hevur Ohio mark við Michigan, í eystri við Pennsylvania og West Virginia, í suðri við West Virginia og Kentucky, og í vestri við Indiana. Í norðri liggur Erievatn. Eyknevni er Hestkastanjutræstaturin (enskt: "The Buckeye State"). Orðið Ohio kemur úr Seneca og merkir stórur streymur. Politikkur. Staturin Ohio verður mettur sum ein tann týdningarmesti í amerikanska forsetavalstríðnum. Ohio er ein av teimum sokallaðu "sveigstatunum", og tann, sum vinnur har, fær 18 valmenn, og tí hevur staturin stóran týdning fyri úrslitið. Valsigurin í 2012 bleiv staðfestur, tá myndugleikarnir í statinum kunngjørdu, at Barack Obama (D) hevði vunnið har, tí við hesum sigrinum hevði hann tryggjað sær meiri enn teir 270 valmenninar, sum eru neyðugir fyri at vinna. Indiánarnir. Hopewellfólkið helt til í Ohio frá um 300 f.Kr. til uml. 700 e.Kr. Mentanin er kallað upp eftir Hopewell-skipara, tá at í 19. øld vóru einir 30 gravheyggjar funnir á ogn hansara. Hopewellfólkið tók við mongum siðum eftir Adenafólkinum, serstakliga jarðarferðir. Líkið av vanliga hopewellborgaranum varð brent, men tey múgvandi vórðu jarðað við miklari dýrd í stórum gravum við mongum kømrum. Gravirnar vórðu fyltar við alskyns lutum og gripum, gjørdir av tilfari úr øllum USA. Hopewellfólkið flutti m.a. inn kopar, silvur, skjeljar og alligatortenn úr øllum USA at gera gravarfæ til tey deyðu. Andamanarar vóru serfrøðingar í gandi og at mana og skipaðu eisini fyri, tá ið arbeiði skuldu gerast í felag til dømis at gera gravheyggjar. Hopewellfólki livdi í friði og vælferð. Tey dyrkaðu nógva mais, og tykjast at hava havt vælskipað stýri, stjórnarovastin arvaði sín myndugleika. Mentan teirra fór at vikna um ár 700 e. Kr. Evropearar leggja Ohio undir seg. Fyri 1750 bardust bretar og fraklendingar í Norðuramerika javnan um handilsrættindi, og stríðið var eisini framhald av ósemjuni landanna millum í Evropa. Í 1753 fóru fraklendingar suðureftir úr Kanada og hersettu part av Ohio. Bretskir hermenn og niðursetumenn av eysturstrondini vórðu sendir ímóti teimum. Báðir partar vunnu nakrar bardagar, men hvørgin vann avgerandi sigur. Búskapur. Í Ohio dyrka teir ógvuliga nógv tubbak umframt korn og longri suðuri bummull. Ikki er sjáldsamt, at vindur og regn kunnu gera stóran skaða upp á bøin í Ohiodalinum, og til at forða fyri, at moldin fýkur ella skolast burtur, hava teir tann máta, at teir pløga velturnar í longum fløttum á tvøran undir brekkunum og skifta so grøði í øðrumhvørjum fløtti. New Mexico. New Mexico (spanskt: "Estado de Nuevo México", enskt: "State of New Mexico"), á føroyskum stundum nevndur Nýmeksiko, er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 2 mió. íbúgvum. Santa Fe er høvuðsstaðurin, og Albuquerque er størsti býurin. Í norðri hevur Nýmeksiko mark við Colorado, í eystri við Oklahoma og Texas, í suðri við Meksiko (landslutir Sonora og Chihuahua), og í vestri við Arizona. Í 1912 bleiv Nýmeksiko stakríki í USA. Eyknevni er Ævintýralandið (spanskt: "La Tierra del Encanto", enskt: "The Land of Enchantment"). Indiánarnir. a> í Chaco Culture National Historical Park. Her búði pueblofólkið í tíðarskeiðinum um leið 1150 til 900 f.Kr. Farvegur er funnin eftir menniskjum, sum hava búsett seg so langt suðuri sum í New Mexico fyri meira enn 20.000 árum síðan. Millum annað í New Mexico, Colorado og Arizona hava tey ymsastaðni funnið spjótsoddar, sum eru umleið 10.000 ára gamlir. Tey hava eisini funnið ymiskt, sum bendir á, at fólk fyri umleið 8.000 árum síðan fóru undir at dyrka mais, bønir og grasker. Longu fyri 2.000 árum síðan høvdu ymisk fólkasløg í New Mexico væl skipaðan landbúnað og stórar býir. Fyri 1.000 árum síðan, sum er langt fyri ta tíð, tá ið europearar komu til Amerika, livdu fólk í New Mexico, sum bygdu framúr góð hús og høvdu framkomnar vatningarskipanir. Eitt dømi er mentanin hjá anasazi­-fólkinum, har húsatoftir framvegis eru at síggja í statunum New Mexico, Arizona og Colorado. Nógvir bygningar standa framvegis, og teir verða nógv vitjaðir av ferðafólki. Ættfedrar og sagnverur prýddu bollarnar. Mogollonfólkið vóru bøndur, sum mest búðu á hálendinum í New Mexico. Teir vóru grannar hjá anasasifólkinum og búðu í bygdum. Hús teirra stóðu hálv niðri í jørðini og vóru takt við fløtum hellum og leiri. Mogollonfólkið var gitið fyri sínar snøggu, málaðu lutir av leiri. Flestu leirkerasmiðirnir vórðu konufólk, og teir bestu vóru Mimbressmiðirnir, sum búðu fram við ánni Mimbres. Bollarnir vórðu høgt í metum og fólk fingu teir við í grøvina. Tá ið jarðarferð var, var hol sligið í botnin á bollanum, kanska so andarnir í málaðu fólkunum skuldu sleppa burtur. Leirkerasmiðirnir av mogollonfólkinum verða taldir ímillum heimsins bestu. Fyri góðum 300 árum síðan fóru europearar at leggja New Mexico undir seg. Fólkið, sum búði har frammanundan, mátti dvína. Tey mistu næstan alla jørð sína og vórðu sera illa viðfarin. Fólk í hópatali doyðu, annaðhvørt av harðskapinum hjá europearunum, í kríggi ella av sjúkum, sum komu við tilflytarunum úr Europa. Í tí økinum, sum nú er New Mexico, noyddust so at siga øll upprunafólkini at flyta frá húsi og heimi til serlig øki, sum verða nevnd "reservat". Tað bar í sær, at tey máttu venja seg við at liva í heilt øðrum umhvørvi, ofta langt heimanífrá. Sí eisini. * Isotopar. Ein isotopur er eitt frumevni sum í síni kjarnu hevur eitt ólíkt tal av neutronir í mun til protonir til dømis frumevni karbon finnist vanliga sum karbon-12 ið hevur 6 protonir og 6 neutronir, men tað finnist eisini karbon-13 (6 protonir 7 neutronir) og karbon-14 (6 protonoro 8 neutronir). Isotopar av einum frumevni kunnu vera í ójavnva og henfalla við millum annað at útsenda vandamikla stráling ella partiklar - hetta er væl kent fyri t.d. uranium-238 ið hevur 92 protonir og 146 neutronir. Fyri at áseta hvussu sannlíkt tað er at ein isotopur ferð at henfalla nevnir man ofta teirra hálveringstíð. Colorado. Staturin Colorado (enskt: "State of Colorado"), á føroyskum ofta nevndur Kolorado, er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 5,2 mió. íbúgvum. Denver er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Í 1876 bleiv Colorado lutstatur í USA. Í norðri hevur Colorado mark við Wyoming og Nebraska, í eystri við Nebraska og Kansas, í suðri við Oklahoma og New Mexico, og í vestri við Utah. Eyknevni er Hundraðárastaturin (enskt: "The Centennial State"). Landafrøði. Meginparturin av Eystur-Colorado er fruktagóður og stórur slætti, men í vestara parti í statinum eru fjallalendi og høg fjøll. Í Colorado eru veldiga stór fjøll, og eisini stórir, fruktagóðir slættar. Landbúnaðurin í Colorado er t.d. sera fjølbroyttur. Tað kemur av ymiskum jørðildi, veðurlagi og matarhaldi. Eystur-Colorado og Kansas hava nógvan landbúnað. Har er meira enn 80 % av lendinum veltir akrar og beiti hjá húsdjórum. Har eru tær stóru grasfløturnar. Í Vestur-Colorado verða minni enn 1 % av lendinum nýtt til landbúnað. Stórir partar av Vestur-Colorado eru høgar fjallarøðir. Næstan alt Vestur-Colorado er fjallalendi. Tí er nógvastaðni eyðsýnt fjallaveðurlag. Har broytist veðurlagið nógv í einum lítlum øki. Niðri í dalinum kann vera skógarveðurlag. Men uppi á teimum høgu tindanum kunnu vera jøklar, har tað altíð frystir. Tað kann eisini vera stórur munur á avfallinum í einum fjallalendi. Summastaðni regnar nógv, aðrastaðni so at siga einki. Høgt uppi í fjallarøðini Rocky Mountains kemur rættiliga nógvur kavi niður. Inni í lutstatinum kunnu vera niður í minus tjúgu stig, og kavi er alt árið í teimum høgu fjøllunum. Allur kavin, sum kemur niður í teimum høgu fjøllunum nær ikki at bráðna um summarið. Tí eru fleiri stórir jøklar har. Hesir jøklarnir broytast nógv skjótari enn til dømis jøklarnir í Norður-Europa. Tað, sum avger, hvussu skjótt jøklarnir vaksa ella minka, er, hvussu nógvur kavi kom niður nøkur ár frammanundan, og hvussu nógvur kavi bráðnar. Stundum kann ein skriðjøkul vaksa ella minka meira enn ein metur um dagin. Indiánarnir. Mesa Verde í Colorado. Her búði anasazi-fólkið í tíðarskeiðinum um leið 2000 f.Kr. til 700 f.Kr. Fyri 5000 árum síðan, sum er langt fyri ta tíð, tá ið europearar komu til USA, livdu fólk í Colorado, sum bygdu framúr góð hús og høvdu framkomnar vatningarskipanir. Eitt dømi er mentanin hjá anasazi-fólkinum, har húsatoftir framvegis eru at síggja í statunum Colorado, New Mexico og Arizona. Anasazi-mentanin, navnið merkir "tey avgomlu", tók seg upp í Suðurcolorado um 700. Sum tíðin leið, fóru teir at byggja hús síni hvørt oman á annað, bygt varð við fløtum múrsteinum, sum vórðu turkaðir í sólini. Búðirnir vórðu til bygdir ella smáar býir, nevndir puebloir. Um 1100 flutti anasazi-fólkið niðan í fjøllini, kanska tí at har lá betur fyri at byggja puebloir undir høgum loftum í reystum homrum. Ovast á fjøllunum vóru maismarkirnar, sum teir máttu bera vatn á. Handverkarar gjørdu búnyttur úr leiri og aðrar vakrar prýðislutir av dýrum steini, til dømis turkissteini. Anasazikonufólkini skapaðu leir við hondunum, tí tá á døgum visti fólkið í Amerika ikki um leirkerahjólið. Tey rullaðu leirlongdir og løgdu tær hvør oman á aðra. Framman fyri hús síni bygdu anasaziar rund halgirúm, nevnd "kivar", við beinkjum fram við veggirnar. Hesi rúmini vóru bara til mannfólk, har teir komu saman at tingast og at biðja til gudar sína. Undirvíst var eisini í hesum rúmum. Kivaveggirnir vóru eisini prýddir við kálkmálningum. Anasazifólkið helt til í teimum fýra grannaríkjunum: Colorado, Arizona, New Mexico og Utah. Stórar búsetningar vóru til dømis í Mesa Verde (í Montezuma County, Colorado), Chaco Canyon (í San Juan County, New Mexico) og Canyon de Chelly (í Apache County, Arizona). Kannabis. Fyrsta januar í 2014 gjørdist Colorado tann fyrsti deilstaturin í USA sum legaliseraði kannabis til privat brúk. Produktini skuldu skattast, og í mars 2014 er roknskapurin fyri ársins fyrsta mánaða almannakunngjørdur: roknskapurin vísur at 59 sølur umsettu fyri 14 milliónir dollarar, eina 80 milliónir krónur. Tær nýggju marihuanasølurnar rindaði tilsamans tvær milliónir dollarar í skatti, meðan útsølustøðini fyri medisinskt kannabis skattaðust fyri 1,5 milliónir dollarar. Kannabis til privat brúk hevur fingið egnan skatt á tíggju prosent, sum kemur umframt tann vanliga skattin á 2,9 prosent og lokal avgjøld. Pengarnir eru oyramerktir, og skula brúkast til almannaheilsu og skúlar í deilstatinum. Guvernørurin John Hickenlooper (D) hevur avgjørt at tær fyrstu 40 milliónirnar sum koma inn skula brúkast til at byggja og umvæla skúlar. Barack H. Obama, forseti, hevur stuðlað Hickenlooper og sigur m.a. at hann í sínum endurminningum roykti marijuana sum tannáringur. Forseti Sambandsríki Amerika. Forsetin í USA hevur tann størsta stjórasessin í USA. Joe Biden er núverandi forseti í USA, hann varð valdur tann 3. november 2020. USA er tað fyrsta landið sum fekk sær forseta. Í USA eru fleiri politiskir flokkar, men síðani 1853 hava allar forsetarnir komnir frá entin Republikanska Flokkinum ella Demokratiska Flokkinum. Stjórnin heldur til í Washington DC, har forsetin og húski hansara búgva í Hvítu Húsunum. Um tú ikki ert føddur í USA, kanst tú ikki vera forseti í landinum. Eisini er krav um, at forsetin skal vera minst 35 ára gamal og hava búð í USA í meira enn fjúrtan ár. Soleiðis sigur amerikanska grundlógin. Ríkisrættarmál. Á myndini verða 100 senatorar tiknir í eið sum juristar í sambandi við ríkisrættarmálið móti Bill Clinton. Í USA eru tveir hættir at reka forsetar úr sínum embæti móti teirra vilja. Annar er, at ríkisrættarmál (en.: "impeachment") verður ført móti forsetanum, og at hann har verður funnin sekur. Hin er, at forsetin verður mettur at verða óegnaður, av ein-hvørjari orsøk, at røkja starv sítt. Fyri at fáa forsetan mettan sum óegnaðan krevst, at varaforsetin, saman við helmingurin av ráðharrunum í stjórnini, geva boð til Kongressina um, at forsetin ikki longur er egnaður at røkja embæti sítt. Henda áseting er at finna í stykki 4 í 25. ískoytinum til amerikonsku grundlógina, men hon hevur ongantíð enn verið nYtt. Men ríkisrættarmál hava tó verið roynd móti forsetum í USA. Síðani stovnanina av forsetaembætinum í 1789 eru ríkisrættarmál innleidd móti trimum forsetum, har tvey av hesum endaðu við dómi - og báðu ferðirnar blivu forsetarnir frídømdir. Fyri at reka ein forseta úr sínum embæti við ríkisrættarmáli krevst, at forsetin verður funnin sekur í at hava framt svík, tikið ímóti mutri, ella hevur framt onnur brotsverk ella misbrot. Men hóast orðingin er ógvuliga breið, so er hon bert ætlað til álvarslig brot á embætisførsluna hjá forsetanum. Verður ein funnin sekur í einum ríkisrættarmáli, verður ein rikin úr sínum embæti, og verður bannaður at fáa nYtt føderalt embæti fyri lívstíð. Men ríkisrættarmál taka einans støðu til embætisspurningin, ríkisrættarmál taka ikki støðu til, um ein eisini skal dømast at rinda endurgjald, ella kanska enntá dømast í fongsul. Men tað er einki sum forðar fyri, at frákoyrdi forsetin seinni verður dømdur at rinda endurgjald ella dømdur fongsulsrevsing fyri tey brot, hann framdi í sínum embæti. Tann fyrsti forsetin, sum var ákærdur í ríkisrættarmáli, varð Andrew Johnson í 1868, og tann næsti og seinasti forsetin higartil, var Bill Clinton í 1998. Báðir blivu funnir ósekir í teirra ríkisrættarmálum. Bókasavn. Bókasavn sum sína stjórnartíðina hjá ymisku forsetunum eru bygd síðan Franklin D. Roosevelt varð forseti. Eftir stóra krakki í Wallstreet staðfesti táverandi forsetin Roosevelt at hann hevði nógv áhugavert søguligt skjalatilfar á kontóri sínum. "Vit mugu lata almenningin síggja hvat tað er sum forsetar fáast við, hvørja ráðgeving hann fær og hvørji mál vóru framd og ikki", staðfesti Roosevelt. Síðani var ein lóg samtykt har tað áliggur forsetanum sjálvum at útvega fígging til byggingina av bókasavninum og síðani tekur staturin yvir raksturin. Drápsroyndir. Íalt hava 17 forsetar i USA verið fyri drápsroynd. Fýra teirra vórðu dripnir, meðan tveir fingu mein. Jan Mayen. Jan Mayen er ein lítil oyggj í Arktis sum hoyrir til Noreg. Landaøki er 375 ferkilometrar og havøki og botnurin kring oynna, er umleið 4315 ferkilometrar. Oljuvinna. Olja fyri 6000 milliardir kr er at finna í økinum ímillum Ísland og Jan Mayen. Hildið verður, at 10 milliardir tunnur av olju eru í økinum. Noreg eigur sín part av leiðini, men hevur ongar ætlanir um at bora eftir olju við Jan Mayen. Fyri fyrstu ferð hava tó norsku oljumyndugleikarnir í 2014 tikið Jan Mayen við í almennu metingina um landsins komandi oljuleiðir. Tann nýggja metingin er knappar 600 milliónir rúmmetrar størri enn tann seinasta, og 60 prosent av vøkstrinum stava frá landssynningspartinum av Barentshavinum og Jan Mayen-leiðini. Tann vanliga uppfatanin er, at teir norsku oljumyndugleikarnir eru rættiliga varnir, tá teir skulu meta um tilfeingið í norskum øki. At myndugleikarnir nú taka Jan Mayen-økið við í metingina vísir, at serfrøðingarnir hjá myndugleikunum eru komnir til ta niðurstøðu, at grundarlag er fyri at vænta munandi olju og gass haðani. Metingin hjá norsku myndugleikunum er, at 90 milliónir rúmmetrar kunnu fáast úr norska partinum av Jan Mayen-leiðini. Hetta er munandi minni enn fyrr mett, tí onkur meting hevur ljóðað upp á heilar 640 milliónir rúmmetrar ella einar fýra milliardir tunnur av olju. Ísland eigur part av Jan Mayen-leiðini, tann sokallaða Drekaleiðin, men íslendsku myndugleikarnir hava ongantíð kunngjørt, hvussu nógv kolvetni man vera í íslendskum øki. Tann einasta tøka metingin er tann, sum koma frá felagnum Eykon í 2013. Tá metti felagið, at einar seks milliardir tunnur av olju eru í tí íslendska økinum við Jan Mayen. Men eftir eini avtalu frá 1981, skal Noreg hava 25 prosent av oljuni sum íslendingar finna í økinum. Heidi Hauge. Heidi Hauge (fødd 14. oktober 1967), sum er úr norska býnum Skien í Telemark, er ein av best umtóktu sangarum í Norra, og eisini her á landi hevur hon mangar fjepparar. Sjálv sigur hon, at hon ongantíð hevur kent seg væl sum sangari, og hon hevur eisini verið rødd fyri at framføra. Tað var í 2000, at hon veruliga gjørdist kend, tá fyrsta útgáva hennara kom á marknaðin. Síðan eru komnar 9 egnar útgávur íalt. Umframt hetta hevur hon verið við á eini røð av útgávum hjá øðrum. Klandur í bransjuni, fíggjarligir trupulleikar og hjúnarskilnaður hava gjørt seinastu árini tung at koma ígjøgnum. Í 2006 fór hon persónliga á húsagang. David Paterson. David Alexander Paterson (føddur 20. mai 1954) er fyrrverandi guvernørur í New York. Hann er fyrsti afroamerikanski guvernørurin í New York, og eisini er han fyrsti blindi guvernørur í USA. Pateson var varamaður hjá Eliot Spitzer á valinum í 2006, har Spitzer fekk 70 prosent av atkvøðunum. Sambært CNN gjørdist Paterson blindur longu tríggjar mánaðir gamal vegna bruna í eygunum. Hann sær eitt pinkalítið sindur við øðrum eyganum, men hetta er so mikið veikt, at hann er juridiskt blindur. Í samrøðu við CNN varð hann spurdur, um hann nakrantíð hevði verið saman við eini skøkju. Tá svaraði hann: "Nei, bara lobbyistum". Grenada. Grenada (enskt; "Grenada") er oyggjaríki í Karibia. St. George’s er bæði høvuðsstaður og størsti býur. Aðrir stórir býir er Grenville og Gouyave. Miðallívsævin í landinum er 65.6 ár. Høvuðsmálið er enskt. Landafrøði. Oyggjaríkið Grenada fevnir um syðra partin av Grenadisku oyggjunum (enskt: "Grenadines") í Karibiska Havinum. Oyggjaríkið St. Vincent og Grenadisku oyggjarnar eigur oyggjarnar í norðara parti. Oyggjaríkið Grenada er kallað eftir størstu oynni, sum liggur sunnanfyri. Gosfjallið "Mount Saint Catherine", við 840 metrum til hæddar, liggur í norðara parti á høvuðsoynni og tað er eisini hægsta fjallið í ríkinum. Søga. Frá 1762 til 1974 var Grenada bretskt hjáland, men landið gjørdist sjálvstøðugt land í 1974. Í 1979 tók Maurice Bishop forseti valdið og eitt fleirtjóðaherlið við USA á odda gjørdi innrás. Fólkið. Fólkið er ættað úr Afrika, Evropa og Asia, og burtur úr tí er sprottin egin og lívligan mentan, sum leggur stóran dent á tónleik og dans. 4 % av fólkinum eru ikki lesifør. Búskapur. Týðandi vinnuvegir eru bananir, kakao og ferðavinna. Bara Indonesia dyrkar meira av muskatnøt enn Grenada, sum dyrkar um fjórðingin av allari muskatnøt, nýtt verður í heiminum. Muskatnøt verður nýtt sum krydd í heitum rættum og bakstri. Muskattræið er komið úr Indonesia, og tað vóru niðurlendingar, ið tóku tað við sær til Grenada í 19. øld. Træið trívst væl í fruktagóðu gosøskujørðini, og har er eisini lýtt og nógv avfall. Oljan úr muskatnøtini verður nýtt til luktilsi og sápu. Malin muskatnøt verður nýtt til matgerð. Bananir, sum vaksa væl í nógvum hita og nógvum regni, eru týdningarmikil útflutningsvøra. Men javnan er vandi fyri, at banangrøðin misferst, tá ið ódnir herja. Ingifer, kanel, pipar og kryddnelikur vaksa eisini í oynni. Ingiferrótin verður nýtt fesk ella turkað og ofta malin. Rótin verður nýtt til krydd. Ferðavinna hevur eisini stóran týdning í Grenada. Alabama. Alabama (enskt: "State of Alabama") er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 4,7 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin er Montgomery og størsti býur er Birmingham. Í norðri hevur Alabama mark við Tennessee, í eystri við Georgia, í suðri við Florida, og í vestri við Mississippi. Í 1819 bleiv Alabama stakríki í USA. Eyknevni er Gulhamarstaturin (enskt: "The Yellowhammer State"). Búskapur. a> trælunum, sum við valdi vórðu fluttir til Alabama at arbeiða í lundunum. Bummull verður slitin í alt Alabama. Suður móti Meksikohavi er ógvuliga heitt og váligt við hvørt, og tað er veðurlag, sum hóskar bummullini, meðan hon stendur í vøkstri, kulda tolir hon ikki, og tað kann henda, tá ið hann legst við høgætt, at hon kann gera stóran skaða upp á bummullina. Bummullargarðarnir eru oftast ógvuliga stórir í Alabama, og fyrr tørvaði teimum heilt nógv arbeiðsfólk. Nú nýta teir maskinur at heysta bummullina við, og hetta hevur ført við sær, at arbeiðsfólkið á gørðunum er nógv minkað í tali. Fyrr í tíðini høvdu teir trælir, sum teir førdu úr Liberia, í 1863 gjørdust menninir frælsir. Annars verður nógv av soyabønum dyrkað í Alabama, og suður móti Meksikohavi er so ógvuliga heitt, at har veksur bæði appilsinir, sukurrør, rís og aðrar fruktir. Um summarið liggur hann mest inn av Meksikohavinum, og luftin verður tá bæði slavin og heit. Tá er tað, teir herviligu meldurstormarnir, sum eru lágtrýststormar, taka seg upp og sora alt, sum fyri er. Global Chemical Tankers. Felagnum var ikki langt lív lagað. Ov bjartskygdar fíggarmetingar saman við víkjandi marknaði førdu til, at felagið skjótt fór á húsagang og hópur av íleggjarum misti pening. Verkætlanin Global Chemical Tankers var bert ein av umfatandi skipaíløgunum í áttatiárunum, sum vóru partur av bakgrundini fyri føroysku búskaparkreppuni í nítiárunum. Minnesota. Staturin Minnesota (enskt: "State of Minnesota") er ein lutstatur í Sameindu Statunum við umleið 5,4 mió. íbúgvum. Í norðri hevur Minnesota mark við Kanada (landslutur Manitoba og Ontario), í eystri við Wisconsin, í suðri við Iowa, og í vestri við North Dakota og South Dakota. Í landnyrðingi liggur Superiorvatn. Eyknevni er Norðstjørnastaturin (enskt: "The North Star State"). Høvuðsstaðurin er Saint Paul og størsti býurin er Minneapolis. Í Saint Paul og Minneapolis eru nakrar av teimum størstu myllunum í heiminum. Søga. Eftir eitt heitt og turt summar í 1918 var býurin Cloquet at rokna sum ein svávuldós, og 12. oktober settu neistar frá einum toki eld í uppturkaðu runnarnar framvið jarnbreytarsporinum. Vindurin fekk eldin at breiða seg við fúkandi ferð, og 25 fólk lótu lív í einum svingi á Highway 73, tá eldurin knappliga byrgdi tey inni. Svingið fekk seinni eyknevnið "Dead Man’s Curve". Nógv vórðu fangað í eldinum. Summi bjargaðu sær við at grava seg niður í vátu moldina á uppdyrkaðu fløtunum, og onnur leitaðu sær skjól í brunnum og kjallarum, men fleiri av teimum kvaldust, tá eldurin kom og tók alt súrevnið. Býirnir Cioquet, Kettle River og Moose Lake mistu 453 fólk og 52,000 heim, og materielli skaðan var 7,3 milliónir dollarar, sum svarar til meir enn 100 milliónir dollarar í dagsins peningi. Landafrøði. Har eru mong vøtn. Minnesota verður nevnt “landið við teim 10 túsund vøtnunum. Minnesota er heldur lágt land við nógvum vøtnum, 10.000 sigast tey at vera í tali. Hægsta fjallið Eagle Mountain við kanadiska markið er 701 m. høgt. Stórir partar av Minnesota eru skógvaksnir - uml. 32 %, og har eru mong vøtn. Um 8,5 % av Minnesota eru vøtn, og tilsamans eru tey um 10.000, og tí verður Minnesota javnan nevnt "landið við teimum 10.000 vøtnunum.” Fram við vøtnunum vaksa næstan allastaðni skógir, og ofta skera skógvaksin nes seg út í vøtnini. Nógvir hólmar eru eisini úti í vøtnunum, og summir kunna vera rættiliga stórir. Størsta vatnið er Red Lake. Áirnar eru ikki av teimum heilt stóru, og ofta eru fossar og sker í teimum. Nógvur fiskur er í vøtnunum í Minnesota. Veðurlagið er meginlandsveðurlag; vetrarnir eru kaldir, og óførur kavi legst niður. Ikki fyrr enn í mai tiðnar síðsti ísurin av vøtnunum, men tá kemur summarið fyri álvara, og blómur og gras renna upp. Høvuðsstaðurin eitur Saint Paul, men hetta er ikki tann størsti býurin. Størsti býurin eitur Minneapolis. Superiorvatn í Great Lakes liggur við Norðurminnesota og er størsta vatn í USA. Maryland. Staturin Maryland (enskt: "State of Maryland") er ein lutstatur har eysturi í USA og hevur mark við District of Columbia, Pennsylvania, Delaware, Virginia og West Virginia. Maryland hevur umleið 5,9 mió. íbúgvum. Eyknevni er Hin frælsi staturin (enskt: "The Free State"). Í 1788 bleiv Maryland stakríki í USA. Marylands flagg var eitt hitt fyrsta í USA. Flaggið er eyðkent við sínum ólík sniði og reinu linjum. Norðbúgvar á rannsóknarferð. Norðbúgvar í Grønlandi sigldu vestur um Labradorhav til Amerika. Teir komu til Nýfundlands og granskaðu strondina heilt suður til Chesapeake Bay í Marylandi. Tað prógvar, at víkingar komu til USA 500 ár undan Kolumbusi. Deyðarevsing. Sum tann 18. staturin í USA hevur Maryland í apríl 2013 gjørt av at strika deyðarevsingina. Frameftir verður lívlangt fongsul uttan rætt til royndarleyslating tann harðasta revsing, sum fólk kunnu fáa har, og avgerðin ber í sær, at fimm deyðadømdir fangar fáa dómin broyttan. Maryland hevur havt deyðarevsing líka síðani 1683, tá økið var bretskt hjáland, men dómsvaldið hevur ikki brúkt revsingina síðani 2005. Guvernørurin í Maryland, demokraturin Martin O'Malley, hevur verið íðin talsmaður fyri at seta deyðarevsingina úr gildi. Landafrøði. Í norðri hevur Maryland mark við Pennsylvania, í eystri við Delaware, í suðri við Virginia, og í vestri við West Virginia. Høvuðsstaðurin eitur Annapolis og størsti býurin er Baltimore. Baltimore er stórur havnabýur; haðani varð fyrr nógv kol útflutt til Evropa. Út fyri Annapolis í Marylandi er ein oyggj, Kent Island (81.9 km2). Hon er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin í Marylandi. Nógvar aðrar stórar oyggjar eru, t.d. Bloodsworth Island (64,7 km2), Smith Island (23,8 km2), Deal Island (13,9 km2), Taylors Island (10,78 km2), Tilghman Island (7,4 km2), Assateague Island (partvís í Virginia), Poplar Island, Tangier Island, Hooper's Island, v.f. West Virginia. West Virginia ella Vesturvirginia (enskt: "State of West Virginia") er stakríki í USA. Charleston er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Har búgva umleið 1,8 mió. fólk, sum eru millum tey fátækastu í USA. Av hesum búgva eini 225 túsund í Charleston. Í 1863 bleiv West Virginia lutstatur í USA. Landafrøði. Í norðri hevur Vestur Virginia mark við Pennsylvania, í eystri við Maryland og Virginia, í suðri við Virginia, og í vestri við Kentucky og Ohio. West Virginia liggur í Appalachiufjøllunum. Eyknevni er Fjallstaturin (enskt: "Mountain State"). Appalachiufjøll fara ígjøgnum West Virginia, Virginia og North Carolina. Í mong ár var nógv kol høgt her og nýtt til brenni í stálvirkjunum. Nú eru mong nám og stálvirki latin aftur, og mong arbeiðspláss farin fyri skeytið. Hóast nógv hevur verið gjørt til tess at menna ferðamannavinnuna har, er økið við Appalachufjøll eitt hitt fátækasta í USA. Í West Virginia er tó nógv og fjølbroytt náttúrutilfeingi, millum annað kol og skógur. West Virginia eru eitt skurvut fjallaland við høgum tindum, brøttum bergum og grønum líðum. Tann hægsti tindurin, Spruce Knob, er næstan 1500 metrar høgur. West Virginia liggur miðskeiðis í Appalachia, og vanliga liggur kavi har longu frá miðskeiðis í november til fyrst í mai. Søga. Í 1770-árunum stríddust statirnir Pennsylvania og Virginia um ræðið yvir landaøkjum, sum í dag eru West Virginia og Vestur-Pennsylvania. Um hetta mundið leikaði amerikanska frælsisstríðið í, og kanska var tað eisini ein orsøk til, at fólk í umráðnum stúrdu fyri einum borgarakríggi millum statirnar og tískil valdu at stovna sín egna stat undir navninum Province and Government of Westsylvania. Ein umsókn varð send til kongressina um at gerast 14. statur í USA, men kongressin sýtti fyri hesum. Í 1780 var marknatrætan millum Virginia og Pennsylvania so loyst. Men tað førdi til nýggjar ætlanir um at gera Westsylvania til veruleika, tí nógv, sum høvdu búð í Virginia, vóru misnøgd við, at tey nú vóru blivin borgarar í Pennsylvania. Hesir røddirnar vórðu køvdar, tá staturin Pennsylvania valdi at bólka alt tos um ein nýggjan stat sum landasvik, sum kundi hava deyðarevsing við sær. Og tá Pennsylvania so hótti við at selja jørðina hjá teimum, sum tosaðu um ein nýggjan stat, tagnaðu røddirnar heilt. Mentan. a>-tónleikur er sprottin úr fólkasangi í West Virginia. West Virginia er fjallaland, hægsta fjallið er 1500 metrar høgt. Bluegrass-tónleikur tók seg upp sum fólkatónleikur ímillum fátæka fólkið í West Virginia. Hetta tónleikaslagið er partur av einari gamlari siðvenju í eystara parti av Norðuramerika nevnt Appalachia. Tað er ávirkað av enskum sangi, írskum og skotskum violinspæli, hymnum og blues frá afrikansku amerikanarunum, sum vóru kendir sum framúr banjospælarar. Økið í Appalachunum gjørdist eitt kolanámsøki í 20. øld, og har var ógvusligt fátækradømi, hungur og hall, men eisini stríðsvilji. Økið var á sinni kent fyri tey mongu verkfallini og námsabeiðarafeløg, sum stríddust fyri rættindi hjá teimum mongu kolanámsfamiljunum í Appalachunum. Eitt ótal av tónleikarum hevur sínar røtur og sín íblástur frá júst hesum tónleikaslagnum úr Appalachunum: Stanley Brothers góvu sangin “Man of Constant Sorrow” út í 1951, í 1960 spældi Joan Baez ein annan variant av sanginum inn, sum æt “Girl of Constant Sorrow”, Bob Dylan hevði sangin á sínari fyrstu plátu í 1962 og Rolling Stones hava partar av tekstinum við í “Let it Loose”, sum er á plátuni Excile On Main Street, sum kom út í 1972. West Virginia er millum annað nevnd í sanginum "Take Me Home, Country Roads" hjá John Denver (1972). Dýralívið. West Virginia er gitið fyri sínar høgu, brøttu fjøllini og fjølbroytta dýralívið, ið fær mong ferðafólk at koma hagar. Har eru til dømis úlvur, bjørn, revur, hjørtur og kongaørn. Í skóginum eru eisini til dømis hara og elgur. Har byggja rovfuglar, til dømis heykur, falkur og ugla, og smáfuglar í stórum tali.

 Bjørnin er skógardýr og dámar væl í brattlendi. Bjørnin er størsta rovdýrið í West Virginia. Í 2009 vóru 8000 bjarnir í West Virginia. Bjørnin etur alt møguligt, men tó mest røtur, ber og aðrar plantur. Tað hendir tó, at hon bæði tekur elg og reinsdýr. Bjørnin rennur sera skjótt, tá hon veiðir, og hon megnar at fylgja fonginum fleiri kilometrar. Um veturin liggur bjørnin í híð. Híðið kann t.d. vera eitt helli ella ein hola. Bjørnin er yvir 2 metrar long og vigar um leið 300 kg. Hon kann blíva 12-20 ára gomul. Bjørnin er ikki friðað í West Virginia. Hjørturin er vanligur í stórum pørtum av West Virginia. Hann livir í flokkum. Hjørturin klárar seg best á opnum bøi, men livir eisini í skógi og niðan móti fjøllunum. Honum dámar ikki so væl at koma nær menniskjum. Um dagin bindur hann frið, men um náttina fer hann at finna sær okkurt etandi. Hjørturin etur plantur. Um summarið etur hann lyng, gras, leyv og røtur, og um veturin etur hann m.a. lyng og skón. Hjørtur er 120-150 cm høgur og kann viga upp til 800 kg. Hann kann gerast 25 ára gamal. Hjørtur verður veiddur um alt West Virginia í tíðarskeiðnum september-desember. Politikkur. Donald Trump (R) vann forsetavalið 2016 og fekk 68,7% prosent av atkvøðunum í West Virginia. Hetta er hægsta talið í USA. Hillary Clinton (D) fekk 26,5 prosent. Keldur. * Michigan. Michigan (enskt: "State of Michigan") er ein lutstatur í Samveldisríkinum Amerika við umleið 9,8 mió. íbúgvum. Lansing er høvuðsstaðurin og Detroit er størsti býurin. Í 1837 bleiv Michigan lutstatur í USA. Ovara Hálvoyggj (á enskum "Upper Peninsula" ella "UP") hevur mark við Wisconsin og Niðara Hálvoyggj (á enskum "Lower Peninsula") hevur mark við Indiana og Ohio. Arbeiðsloysið í Michigan er 11,7 % (januar 2011), og tískil væl størri enn miðal fyri alt landið, ið er 8,9 %. Í Michigan eru størstu bilverksmiðjur í heiminum: Ford og General Motors. Av Ford-smiðjunum lata teir 15 500 nýggjar bilar um dagin. Landafrøði. Michigan er umgyrdur av Great Lakes á øllum síðum. Eyknevni er Stóruvøtnstaturin (enskt: "The Great Lakes State"). Sunnarlaga í Kanada og norðarlaga í USA, m.a. í Michigan og Wisconsin, eru fimm stór vøtn, sum eru samanhangandi: Michiganvatn, Huronvatn, Erievatn, Superiorvatn og Ontariovatn. The Great Lakes, sum vøtnini verða nevnd á enskum, eru til samans tað størsta økið í heiminum við feskvatni. Búskapur. Á einum stórum strekki vestan fyri Erievatn í Eystur-Michigan dyrka teir bara soyabønir, jarðnøtir og mais. Um tú siglir eftir onkrari á har, so sært tú teir høgu maisleggirnar, ið verða upp til 3 metrar, standa á áarbakkanum, og koyrir tú við toki, so koma maisleggirnir upp fyri vindeyguni á ferðamannavognunum, so tú leingi ikki sært annað enn maisbløð. Nakað av maisini verður m.a. nýtt til matna, vit kenna "corn flakes". Arbeiðsfólkið er ofta lítið, tað kunnu vera heilt ovurstórir garðar, har ið kona og maður eru einsamøll uttan ta allarstrævnastu tíðina um heystið. Við tað at garðarnir oftast eru so ógvuliga stórir, leggja bøndurnir ikki í at brúka stórvegis av tøðum, summir taða yvirhøvur ikki, komið veksur kortini, men so velta teir heldur ikki sama stykki ár um ár; tá ið teir hava havt korn í einum stykki eitt ár, verður tað bara liggjandi til gras í nøkur ár. Bilídnaður. Bilídnaðurin hevur serliga tikið seg fram í Michigan. Fyrst í 20. øld fóru bilverksmiðjurnar hjá Henry Ford í Detroit, Michigan undir at nýta flutningsbond. Arbeiðið við flutningsbandi fer soleiðis fram, at hvør arbeiðari ger bara ein lítlan part av tí arbeiði, sum skal til fyri at gera lutin, sum t.d. kann vera ein bilur. Bilurin, sum er í gerð, verður so fluttur við flutningsbandinum víðari til tann næsta arbeiðaran, sum so ger sín part av arbeiðinum. Áður var tað so, at allir arbeiðsmenninir vóru við til at gera næstan allan bilin. Nú vórðu bilarnir hjá Ford, General Motors og Chrysler settir saman av lidnum lutum. Í fyrstani var bara eitt modell at fáa, og bara ein litur, sum var svart. Síðan dagarnar hjá Henry Ford er nógv hent í bilídnaðinum í Michigan. Á einari bilverk smiðju verða teir einstøku lutirnir framvegis settir saman til ein bil, men meginparturin av tí arbeiðinum í USA verður nú gjørt av maskinum. Einstøku lutirnir verða gjørdir á ymiskum verksmiðjum, og tær kunnu vera í hvør sínum landi, kanska langt burturi frá tí verksmiðjuni í Detroit ella Lansing, har bilurin verður settur saman. Í 2013 varð næstan fjórði hvør bilur gjørdur í USA, gjørdur í Michigan (22 %). Michigan hevur í 2011 framleitt 1.9 mió. bilar, 1.5 mió. framleitt í Detroit ella Lansing. Nevada. Nevada (enskt: "State of Nevada") er eitt stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 2,8 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin kallast Carson City og Las Vegas er størsti býurin. Í 1864 bleiv Nevada stakríki (statur) í USA. Í norðri hevur Nevada mark við Oregon og Idaho, í eystri við Utah, í suðri við Arizona, og í vestri við Kalifornia. Í oyðimørkini í Nevada er Las Vegas vorðin til ein stórbý, ferðavinnuni fyri at takka. Har býr meiri enn ein millión fólk. Tey flestu ferðafólkini fara hagar at vitja spæliskálar (casinos) og tílíkt. Størsta oyðimørkin í Norður Amerika er í Nevada, Great Basin Desert. Í Great Basin bakar sólin náðileyst, sandstormar leika, og ár kunnu ganga ímillum regnælini. Kortini er lív her, hóast summi av djórunum hava verið noydd at menna heilt løgnar hættir at yvirliva tann brennandi hitan. Hitin um dagin liggur omanfyri 40 stig um summarið, meðan vetrarnæturnar kunnu vera sera kaldar. Sandstormar herja við jøvnum millumbilum, og avfallið er bert 22 cm um árið. Minst í USA regnar tað í Nevada. Nevada er eisini eitt tað varmasta økið í heiminum, og er turrasta økið í USA. Í 19.- og 20. øld vóru silvur og gull tey týdningarmestu metalini í Nevada. Heilt síðan 1860 hevur Nevada framleitt mest silvur í USA, men nú á døgum er tað Alaska. Eyknevni er Silvurstaturin (enskt: "The Silver State"). Í Nevada verður flestøll týðandi mineral fingin til vega - kopar, jarn, sink og onnur. Í 19. øld dró gullið nógv fólk vestureftir í Amerika. Nógvir býir vórðu til í sambandi við gullnámini, m.a. Virginia City. Enn kemur 79 % av øllum gulli, høgt verður í USA, haðan. Hvørt ár vitja milliónir av ferðafólkum tann ikoniska spælibýin Las Vegas. Fólkið. Almenna málið í Nevada er enskt. Harumframt eru nógv í Nevada, sum tosa spanskt, serliga sunnarlaga í statinum og í stórbýunum. Nógvastaðni í Nevada veksur íbúgvatalið ikki úti á bygd. Tað er, tí at so nógv fólk flyta til býirnar. Í miðal búgva tríggir fjórðingar av fólkinum í USA í býum. Í Nevada er talan um 94,2 prosent í 2015, sum búgva í býum. Fá fólk búgva í oyðimørkunum. Stór øki eru oyðimerkur, har eingin býr. Hesar oyðimerkurnar eru einamest steinar, grót og grús. Fólkatættleikin í Nevada er í miðal um leið 9,5 fólk fyri hvønn km2 (Í Føroyum búgva 34 fólk fyri hvønn ferkilometur). Í Nevada búgva um leið 2,8 mió fólk. Hetta kann verða samanborið við Maryland og Massachusetts, sum til samans eru minni enn Nevada, men har eru um leið 13 milliónir íbúgvar. Landafrøði. Eystarlaga í California og í Nevada regnar so at siga aldri. Har er oyðimarkarveðurlag ella steppuveðurlag. Sama veðurlag er eisini nógva aðrastaðni í USA, til dømis í meginpartinum av Arizona. Har regnar sera sjáldan og óregluliga. Summi ár regnar als ikki. Í teimum fjølbygdu økjunum í Suður-Nevada regnar ov lítið. Fyri at fáa størri gagn av tí regninum, sum kemur niður í fjallalíðunum í Sierra Nevada, hava tey bygt veitir, vatnveitingar og vatnbyrgingar. Ein partur av Nevada verður nevndur hálvoyðimørk, tí har veksur eitt lítið sindur av grasi. Inni í statinum er øgiliga turt, og stórur munur er ofta á hitanum kaldastu og heitastu árstíðina. Har er heitt alt árið. Næstan allastaðni inni í statinum er oyðimarkarveðurlag. Har er heitar, stórar oyðimerkur. Aðrastaðni inni í statinum er steppuveðurlag. Mesti vøksturin har er runnar og einstøk trø. Veðurlag. Veðurlagið í Nevada er sera heitt, tí har sær sólin hvønn einasta dag frá morgni til myrkurs frá skýleysum himli. Hitin verður tí óførur um dagin, eini 30-40 °C (86-104°F) stig í skugganum. Í slíkum hita verður jørðin ógvuliga heit. Men tá ið sólin fer niður, kólnar brádliga, og náttin er ofta so køld, at hon liggur um frostmarkið. Hesin stóri munur á hitanum á degi og nátt ger, at tann bera hellan spreingist í óførar klettar, sum aftur molna sundur til sand, eyr og møl. Lítið fólk býr inni í statinum. Sjáldan regnar, og tað mesta er oyðimørk. Nógva staðni fýkur sandurin og legst í ómetaliga stórar heyggjar. Politikkur. Nevada er ein týdningarmikil statur hjá teimum, sum vilja gerast forsetavalevni hjá einum flokki í USA, Nevada er fjórði staturin við undanvali (í februar). Valskipanin í USA er eisini soleiðis skrúvað saman, at fyri at sleppa høgt upp á uppstillingarlistan, mást tú fáa nógvar atkvøður á tí, sum verður rópt undanvalinum. Hetta valið verður hildið áðrenn veruliga forsetavalið. Tað er á undanvalunum, at stóru flokkarnir, demokratarnir og republikanararnir, finna fram til hvør gerst forsetavalevni. Stendur eitt valevni seg væl í Nevada, kann tað styrkja hann ella hana í hinum statunum í USA. Í Nevada skulu seks valfólk veljast. Nevada er ein svingstatur. Í lutstatinum er Steve Sisolak guvernørur. Hann er limur í Demokratiska flokkinum. Í 1972 varð deyðarevsing forbjóðað í øllum USA eftir at Hægstirættur í USA hevði staðfest, at hon stríddi ímóti stýrisskipanini. Men eftir eina nýggja hægstarættaravgerð varð revsingin aftur loyvd í 1976. Deyðarevsing er í gildi í Nevada. Síðan 1976 eru 1303 fólk avrættað í U.S.A. - av teimum 12 í Nevada. Uml. 80 fólk hava nú deyðadóm í Nevada - 83 deyðadømd fólk sita í fongsli (death row) har í 2013. Nevada er einasta stakríki í USA, har sum skøkjulevnaður er lógligt.. Skøkjuvirksemi er ólógligt allastaðni í USA uttan um í Nevada. Størstu býir. Landspartar og býir í Nevada Delaware. Stakríkið Delaware (enskt: "State of Delaware") er eitt av minstu stakríkunum í Sambandsríkinum Amerika, men er eisini eitt av teimum vakrastu. Íbúgvatættleikin í Delaware á 179/km², er hægri enn í flestu amerikansku statunum. Tann 1. jan. 2015 var íbúgvatalið 935 614. Høvuðsstaðurin eitur Dover. Størsti býur er Wilmington (71 305 fólk) á eysturstrondini við Atlantshav. Næststørsti býurin er Dover. Eyknevni er Hin Fyrsta Staturin (enskt: "The First State"). Landalæra. Delaware liggur á Delmarva-hálvoynni millum Maryland og Delaware-víkina. Í norðri hevur Delaware mark við Pennsylvania, í suðri og í vestri við Maryland. Í eystri liggur Atlantshavið. Samlaða støddin er einans 6452 km². Delaware er millum lægsta og slættasta hálvoyggin í USA. Hægsta lendið er ikki meir enn 136 m yvir vatnskorpuni (Ebright Azimuth). Í Delaware er nógv avfall um veturin, og har kann ofta vera kavi. Delaware plaga amerikanir at býta í 3 partar: New Castle County, Sussex County og Kent County. Stakríkið er vakurt, langir firðir ganga inn í stakríkið og fram við teimum eru ofta stórar skógvaksnar herðar. Áirnar eru nógvir, og av tí nógva avfalli kunna tær ofta vera heilt stríðar. Tann longsta er Delaware River (484 km). Søga. Delaware er nevndur eftir Thomas West, 3. baron “De La Warr” (1577-1618), ið var guvernørur í bretska hjálandinum Virginia. Í 1787 bleiv Delaware lutstatur í USA. Delaware var fyrsta stakríkið í USA. Stakríkið er eisini eitt av ríkastu statum í USA. Nebraska. Nebraska (enskt: "State of Nebraska") er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 1,82 mió. íbúgvum í 2014. Høvuðsstaðurin kallast Lincoln og størsti býurin er Omaha. Orðið Nebraska kemur úr Chiwere og merkir vatnrættur. Í norðri hevur Nebraska mark við South Dakota, í eystri við Iowa og Missouri, í suðri við Kansas og Colorado, og í vestri við Wyoming. Í 1867 bleiv Nebraska stakríki í USA. Eyknevni er "Cornhusker State". Dave Heineman (f. 12. mai 1948 í Nebraska) er republikanari og varð valdur til guvernør í stakríkinum í 2005. Inni í statinum býr lítið fólk. Tað turra landslagið hóskar best til neytahald. Hvør garðurin er ofta nógvar km² stórur, so tað er langt til næsta granna. Av tí sama er fólkið avbyrgt og brúkar ofta sendara at fáa samband við umheimin. Bøndurnir koyra ofta á motorsúkklu, ella teir sita á hestbaki, tá ið teir reka. Upprunafólkið. a> nevndu teir, vóru upprunafólkið í Nebraska. Eftir at hava fingið hestin frá evropearum fóru indiánskar tjóðir inn á stóru grasfløturnar í Nebraska og fóru at veiða bisonneyt. Teir fóru væl um landið, har teir tjaldaðu, men í 19. øld búsettu niðursetufólk úr Evropa seg á fløtunum. Tey slátraðu bisonneytini og girdu jørðina inni. Tilverugrundarlag indiána í Nebraska var burtur. Siouxindiánararnir nýttu alt av einum bisoni. Einki fór til spillis. Teir ótu kjøtið, gjørdu spónar av hornunum, evnaðu beinini til skavarar ella knívar og kókaðu og goymdu mat í bløruni, og skallin var nýttur í halgum hátíðarhaldi til dømis bisondansi, áðrenn teir fóru at veiða. Húðin varð seymað til tjøld. Um 1850 vóru siouxindiánarnir í Norðurnebraska størsta tjóðin á grasfløtunum í Norðuramerika. Teir livdu í samfeløgum, sum skiftu seg í ættbólkar um veturin. Hvørt húski búði í sínum tjaldi, og hvør bólkur hevði sín høvding, men hann noyddi ikki fólkið at gera nakað, sum var ímóti teirra vilja. Siouxindiánarnir tilbóðu náttúruandarnar - Sólin, jørðina og himmalin - teir hildu, at "Andin Mikli" ráddi øllum. Búskapur. a>, ella í mongu bygdunum, ið eru um alt stakríkið. Landbúnaður er týdningarmesti vinnuvegur. Nebraska er betur dyrkað enn hini londini í USA; umleið 93 prosent av landjørðini í Nebraska eru velt. Í Nebraska eru tað tó einans fá prosent av fólkinum, ið arbeiða í landbúnaðinum, og tey framleiða nógv av tað, sum síðan verður selt kring USA. Hinvegin hevur tørvur verið á nógvum fólki til at gera allar maskinurnar, sum verða nýttar í landbúnaðinum har. Harumframt brúka tey á stóru gørðunum nógva orku, t.d. olju, og arbeiðsmegi krevst eisini til at framleiða og flyta oljuna. Við at nýta maskinur kann ein einsamallur bóndi arbeiða stórar víddir. Og við at nýta ivaleyst av handilstøðum umframt eiturevni móti skaðadýrum og loki kann hann fáa stóra úrtøku úr jørðini. Í Nebraska eru garðarnir ofta familjufyritøkur. Fyrr í tíðini var vanligt, at hvør bóndagarður í Nebraska hevði eina fjølbroytta framleiðslu. Bóndin velti bæði grønmeti, korn og hevði eisini ofta neyt ella mjólkneyt. Og tøðini, sum bøurin skuldi hava, komu frá húsdýrunum. Nú á døgum hava at kalla allir stórir garðar eina einsháttaða framleiðslu, tað vil siga, at har verða bara framleidd eitt ella kanska tvey sløg av landbúnaðarvørum. Næstan alt, sum verður framleitt, verður selt. Ein einsamallur bóndi í Nebraska framleiða mat, sum røkkur til fleiri túsund fólk. Keystone XL

. Ein úrskurður í februar 2014 hjá einum dómstóli í statinum ger, at Barack Obama, forseti, kann útseta avgerðina um ta umstríddu oljuleiðingina úr Kanada til Nebraska, til aftan á miðvalið í nov. 2014. Ætlanin at leggja ta ovurstóru oljuleiðingina Keystone XL frá oljusandleiðunum í Alberta í Kanada til Nebraska hevur leingi verið eitt av teimum umrøddu umhvørvismálunum í USA. Eftir ætlanini skal leiðingin bindast í rað amerikanska kervið, so oljan kann flytast heilt suður til tey stóru reinsiverkini í Texas. Norska Statoil er óbeinleiðis tengt at Keystone XL-ætlanini. Felagið framleiðir olju úr tjørusandi í Alberta, og tað er hugsandi, at olja haðani skal flytast ígjøgnum Keystone XL-leiðingina. Amerikanska umhvørvisrørslan hevur leingi kravt, at Barack Obama, forseti, skal steðga ætlanini og á tann hátt prógva, at hann tekur umhvørvispolitikkin í álvara, og at hann vil loysa USA frá oljuni. Hinvegin vísa Republikanararnir og afturhaldssinnaðir Demokratar á, at Keystone XL-verkætlanin fer at útvega nógv arbeiðspláss, og at hon fer at viðvirka til at seta ferð á amerikanska búskapin. Stríðið um Keystone XL var eitt týðandi evni í valstríðnum upp undir forsetavalið í 2012. Republikanska valevnið, Mitt Romney, var heitur talsmaður fyri at fremja verkætlanina og vísti á, at við rørleiðingini verður USA ikki so bundið av at innflyta olju úr Miðeystri. Mett verður, at tað fer at kosta 5,3 milliardir dollarar at leggja Keystone XL-leiðingina, og málið er, at tað fer at bera til at senda 800.000 tunnur av olju um dagin ígjøgnum hana til reinsiverkini í Steele City í Nebraska. Til samanberingar kann nevnast, at nøgdin svarar til uml. helmingin av teirri dagligu framleiðsluni á norskum øki. Líka síðani hann bleiv forseti, hevur Obama skúgvað tað umstrídda málið um Keystone XL undan sær. Obama hevur fleiri ferðir sagt, at hann fer ikki at góðkenna ætlanina, um hon økir veðurgassútlátið. Í Nebraska eru fleiri vistfrøðiliga viðkvom øki, og tí hevur ætlanin um rørleiðingina elvt til nógv kjak í statinum. Eygleiðarar vænta ikki, at hægstirættur í Nebraska fer at taka støðu til Keystone XL fyrr enn eina ferð seint í 2014 og helst ikki fyrr enn aftan á Kongressvalið í nov. 2014. Tað kemur serliga Demokratunum væl við. Fleiri av teirra týdningarmestu fíggjarligu stuðlum hava hótt við at steðga stuðlinum, um forsetin góðkennir rørleiðingina. Eftir úrskurðin hjá rættinum í februar 2014 kunnu Demokratarnir heingja seg í, at teir bíða eftir einari løgfrøðiligari avgerð. Republikanararnir og oljuídnaðurin eru hinvegin misnøgd við, at málið er útsett eina ferð enn. New Jersey. Staturin New Jersey (enskt: "State of New Jersey") er ein av teimum 50 statunum í Sameindu Statunum og er eitt sindur minni í stødd enn Danmark, men har búgva umleið 9 mió. fólk. Víddin á lutstatinum er nærum 22 600 km² (Danmark er 42 915 ferkilometrar til støddar). Fólkatættleikin á 467/km² er hægri enn í flestu amerikonsku statunum. Tó er tað sera ójavnt, hvar ið fólkatættleikin er størstur. Fólkatættleikin í Salem County er t.d. bara 195 fólk fyri hvønn ferkilometur. Í Hudson County, har fólkatættleikin er størstur, búgva 154 ferðir so nógv fólk á hvørjum ferkilometri sum í USA. Høvuðsstaðurin kallast Trenton og størsti býurin er Newark. Í 1787 bleiv New Jersey lutstatur í USA. Í norðri hevur New Jersey mark við New York og í vestri við Pennsylvania. Í eystri og suðri liggur Atlantshavið. Eyknevni er Urtagarðstaturin (enskt: "Garden State"). Teir størstu býirnir eru Newark, Jersey City, Paterson og Elizabeth. New Jersey verður eisini mett at vera tað mest urbaniseraða stakríkið í USA; 94,7 % búgva í býum og 5,3 % búgva á bygd. Fólkið er sera fjølbroytt og nógvar ymiskar mentanir eru at finna. Í norðri eru tað í stóran mun fólk sum eru eftirkomarar av evropearum frá hjálandatíðini, fyrst og fremst frá italiumonnum, men eisini frá tilflytarum eftir hjálandatíðina. Fólkið í býum er ættað úr mongum londum - har eru afroamerikanar, latínoamerikanar og ásiatar; 52 % av fólkinum í býnum Newark eru t.d. svørt. Umleið 18 % av fókinum í New Jersey er ættað úr Italia. Høvuðsmálið er enskt, men nógv fólk duga eisini væl italskt ella spanskt. Meginparturin av fólkinum er katolikkar, og eini 30 % eru protestantar. Nógvir jødar búgva í New Jersey; umleið 436 000 (5,5 %) jødar búgva í New Jersey. Størstu býir. Høvuðsstaðurin Trenton hevði í 2018 bara 83 973 íbúgvar. Keldur. * South Dakota. South Dakota (enskt: "State of South Dakota") er lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 814.000 íbúgvum. Høvuðsstaðurin kallast Pierre og størsti býurin er Sioux Falls. Í 1889 bleiv South Dakota stakríki í USA. Í norðri hevur South Dakota mark við North Dakota, í eystri við Minnesota og Iowa, í suðri við Nebraska, og í vestri við Wyoming og Montana. Eyknevni er "The Mount Rushmore State". Upprunafólkið. Siouxindiánarnir og aðrar ættir á grasfløtunum búðu í tipum. Tað vóru tjøld, gjørd úr bisonhúð, sum varð spent á eina træbeinagrind. Tipurnar vóru lættar at seta upp. Siouxindiánarnir búðu á grasfløtunum í South Dakota. Teir sótu á hestbaki og veiddu bison. Húðina brúktu teir til tjøld og klæði, kjøtið til matna og horn og bein til amboð. Teir vóru raskir at berjast og gitnir fyri dirvi, og teir vóru í mongum víggi við gullgravarar og niðursetumenn, sum tóku land frá indiánunum í Dakota í 1880-árunum. Í 1876 vunnu siouxindiánarnir á tí amerikanska herliðinum í tí nógv umrødda bardaganum við Little Bighorn, Montana. Men seinni vórðu teir riknir inn á friðingarøkini. Nógvir indiánar í Dakota búgva har tann dag í dag. Blóðbaðið við Wounded Knee. Hotchkiss-kanónirnar, ið vórðu brúktar hjá amerikonsku hermonnunum til at drepa upprunafólkið, sum vóru ein partur av lakota-ættarbólkinum. Hópgrøv (1891) við indianarum eftir blóðbaðið við Wounded Knee í 1890. Tað vóru hvítir, amerikanskir hermenn, ið framdu blóðbaðið við Wounded Knee móti siouxfólkinum (lakota-fólkinum) tann 29. desember 1890 við ánna Wounded Knee í Suðurdakota. Blóðbaðið var í sambandi við, at sioux-krígsmenn, sum langt síðan vóru sendir í eitt reservat, vóru farnir at dansa andadans. Dansurin fór sambært indianarunum at fáa tey hvítu at hvørva av preriuni og bisonarnar at koma aftur. Tey hvítu fataðu harafturímóti dansin sum krígsdans og sendu 7. reiðlið við James Forsyth, obersti, á odda at steðga dansinum. Um morgunin tann 29. desember 1890 fóru hermenninir at skjóta eftir leguni uttan ávaring, millum annað við Hotchkiss-kanónum, ið vóru modernað snarskotvápn. Úrslitið var hálvtannað hundrað deyðir indianarar eftir minni enn einum tíma, herímillum kvinnur og børn og ætthøvdingurin, Big Foot. Reiðliðið harafturímóti misti fimm og tjúgu mans. Sláturin verður hildin at vera tann seinasti stóri bardagin millum upprunaamerikanarar og hvítar, men í 1973 varð staðið aftur brúkt í samanbresti við teir hvítu myndugleikarnar. Her leyp tjóðarhirðin á nakrar eftirkomarar hjá Siouxfólkinum, sum í eini roynd at noyða stjórnina at kanna ymisk indiansk viðurskifti, høvdu tikið nógvar gíslar. Tað hevði við sær kringsetingina av Wounded Knee, sum vardi í tríggjar mánaðir, og sum endaði við, at upprunaamerikanararnir fingu mong av sínum krøvum eftirlíkað. Størstu býir. Landaøki og býir í South Dakota Keldutilfar. * North Dakota. North Dakota, á føroyskum ofta nevndur Norðurdakota (enskt: "State of North Dakota"), er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 672 túsund íbúgvum. Høvuðsstaðurin eitur Bismarck og Fargo er størsti býurin. Í 1889 gjørdist North Dakota stakríki í USA. Í norðri hevur Norður Dakota mark við Kanada (landslutir: Saskatchewan og Manitoba), í eystri við Minnesota, í suðri við South Dakota, og í vestri við Montana. Eyknevni er Friðurtagarðstaturin (enskt: "The Peace Garden State"). Fólkið er ættað úr Týsklandi (46,9 %), Noregi (30,1 %), Írlandi (8,2 %) og Svøríki (4,8 %). Landbúnaður. Norðurdakota er ein fløta, øll sum hon er. Veturin er kaldur og kavin ovurhonds nógvur, hann legst niður tíðliga um heystið og liggur so langt út á várið, men summarið er heitt. Áðrenn evropear komu til Dakota í 1738, lá fløtan sum hagi, men nú er tað mesta av henni undanvelt, og har sum indiánar fyrr eltu dýrini, standa nú maisakrar og hveitiakrar, so langt eygað røkkur. Til at pløga hesar stóru akrar hava teir sterkar traktorar, og kornið verður innheystað við skurðtreskjara. Óføra stórir eru nógvir av gjørðunum, og hetta ger, at bóndunum nýtist ikki at tøða jørðina so nógv, sum teir gera í búnaðarlondum í t.d. Evropa. Teir velta bara ikki korn ella aðra grøði í sama stykki meir enn eitt ár og lata so liggjaóvelt aftur í tvey ella fleiri ár. Eplum og rótum velta teir eisini nógv av har norðuri. Oljuvinna. Oljuvinnan er uttan iva ein framtíðarvinna í Norðurdakota. Hóast Norðurdakota hevur verið eitt olju- og gassland í skjótt hálvthundrað ár, so verða framhaldandi funnin nýggjar olju- og gassleiðir. Týðandi nøgdir av olju og gassi eru enn í Norðurdakota, og møguleiki er fyri at framleiðast kann í yvir 20 ár afturat. Alsamt fleiri og fleiri amerikanarar‎ í Dakota velja sær arbeiði í olju. Vinnan skapar nógv arbeiðspláss; einki annað stakríki hevur so lágt arbeiðsloysi sum Norðurdakota. Arbeiðsloysið í januar 2014 var 2.6 %. Fleiri búskaparlig lyklatøl peika rættan vegin; hetta bæði tí at arbeiðsmøguleikarnir í Norðurdakota eru veksandi og arbeiðsloysið minkandi, men eisini tí at talan er um sera væl lønt og væl skipað størv. Arbeiðsloysið er lágt og lækkar. Bruttotjóðarúrtøkan veksur. Fleiri løntakarar eru í privata vinnulívinum, og samlaðu lønargjaldingarnar vaksa. Í kjalarvørrinum á altjóða búskaparkreppuni, sum brast á í New York í 2008, hava Norðurdakota veruliga fingið fótafestið aftur. Hagtalsgrunnurin Bureau of Labor Statistics almannakunngjørdi í 2014, at í miðal er arbeiðsloysið í teimum 50 USA londum 6.7 %; Rhode Island (9.1 %) og Nevada (8.8 %) hava hægsta arbeiðsloysi, meðan Norðurdakota (2.6 %), Suðurdakota (3.6 %) og Nebraska (3.6 %) hava tað lægsta. Størstu býir. Landaøki og býir í North Dakota Keldur. * Wyoming. Wyoming (enskt: "State of Wyoming") er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 552 túsund íbúgvum. Cheyenne er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Í norðri hevur Wyoming mark við Montana, í eystri við South Dakota og Nebraska, í suðri við Colorado og Utah, og í vestri við Utah og Idaho. Í 1890 bleiv Wyoming lutstatur í USA. Eyknevni er Javnrættstaturin (enskt: "Equality State") og Neytadrongsstaturin (enskt: "Cowboy State"). Hægsta punktið eitur Gannett Peak (2157 m). Stór fylgi av bisonoksum ganga trygt á biti í Norðurvestur-Wyoming, tí har er ikki loyvt at skjóta teir. Eisini onnur súgdjór sum til dømis bjørnin, fáa friðskjól har. Landalæra. Stóri lutstaturin Wyoming er umgyrdur av øðrum lutstatum og hevur ikki mark út ímóti sjónum. Wyoming hevur mark við Montana í norðri, Idaho og Utah í vestri, Utah og Colorado í suðri, og Nebraska og South Dakota í eystri. Landslagið er fjølbroytt, her eru slættlendi, grasfløtur og høg fjøll í Rocky Mountains. Í Wyoming er fólkatættleikin lutfalsliga lágur og íbúgvaratalið er lutfalsliga lágt. Fólkatættleikin er bara 2,08 persónar fyri ferkilometurin. Fólkatættleikin í t.d. bæði USA og Føroyum er 35/km². Í Wyoming liggur tjóðarlundin Yellowstone National Park. Yellowstone liggur í útnyrðingshorninum á statinum, á markinum móti statinum Idaho. Økið alt er tjóðarogn og á stødd sum Sæland, men tá er at minnast til, at tað eru fleiri onnur stór øki, sum eru friðað og hava mark við Yellowstone. Tilsamans er alt væl størri enn Danmark. Tjóðarlundin er tann fyrsta tjóðarlundin í USA og eisini tann fyrsta tjóðarlundin í øllum heiminum. Hon er 8987 km² til víddar. Har liva bæði bisonoksar, krúnhjørtar, úlvar, bjarnir, elgar og nógv onnur. Yellowstone Caldera er eisini í sama øki. Cowboyar. Útgerð hansara var ein snara, sporar, saðil og stivlar. Vanliga fingu teir hesa útgerð á gørðunum, men summir cowboyar settu æru í at eiga hest, og nógvir høvdu eisini byrsu ella pistól at verja seg fyri indiánum. Í nógvum amerikonskum filmum sært tú cowboyar, ið liva eitt sera spennandi lív og doyggja sum hetjur. Men í veruleikanum var lív teirra skittligt, hart og vandamikið. Millum 1860 og 1895 savnaðu teir saman villar bisonoksar í stór neytafylgi á teimum stóru vallfløtunum í Wyoming, og róku tey til býirnar at drepa og selja. Teir sótu á hestbaki næstan allan dagin og máttu tola storm, kulda og hita og stríðast við neytatjóvar, indiánar og niðursetumenn. Um ár 1900 fóru nógvir garðar at ala drápsneyt. Samstundis vóru jarnbreytir lagdar, so neytaflutningurin varð høgligari. Hetta hevði við sær, at cowboyarnir høvdu minni at gera í Wyoming. Enn eru cowboyar í Wyoming. Teir arbeiða á stóru gørðunum, ið ala drápsneyt. Summir garðar eru so stórir, at tað hevði vart fleiri dagar at riðið tvørtur um økið. Tí nýta nútíðar "cowboyar" tyrlur og akfør, ið kunnu koyra á ósløttum lendi, tá ið teir skulu røkta neytini. Vár og heyst vórðu stevnur hildnar, har cowboyar høvdu kappingar og sýningar sínámillum. Hesar sýningar verða nú nevndar "rodeo". Á slíkari stevnu eru kappingarnar hesar - at taka kálvar við snarulykkju, tarvariðing, tarvadystur (benda tarvin um rygg), riða á ótamdum hesti, saðlaðum og ósaðlaðum. Nútíðar rodeo í Wyoming er eisini kappkoyring við forðingum, vatngravum, o.t. Politikkur. Donald Trump (R) vann forsetavalið 2016 og fekk 68,2 prosent av atkvøðunum í Wyoming. Hetta er næsthægsta talið í USA. Hillary Clinton (D) fekk 21,9 prosent. Størstu býir. Landspartar og býir í Wyoming Maskinmeistarafelagið. Maskinmeistarafelagið er felag fyri maskinmeistarar og maskinistar. Limatalið er í løtuni umleið 600. Felagið hevur sáttmálar við reiðarafeløg, arbeiðsgevarafeløg og almennar arbeiðisgevarar bæði innan sjóvinnu og á landi. Felagið samstarvar harafturat við onnur fakfeløg og við stovnar, fyritøkur og myndugleikar har maskinmeistarar hava síni áhugamál. Edinburgh. Edinburgh ella Edinborg (enskt: "City of Edinburgh", skotskt gæliskt: "Dùn Èideann") er høvuðsstaður og næststørsti býur Skotlands. Edinborg hevur verið Skotlands høvuðsstaður síðan 14. øld. Av nógv hægstu nevndum og stjórnum í Skotlandi hava høvuðssæti í Edinborg til dømis skotska tingið, kirkjunevndin og kongshúsið. Edinborg liggur á syðra armi í Forthfirði í Skotlandi. Edinborg er serliga kend fyri at vera ein útbúgvingarstaður og Edinborgar universitet er í dag nr. 17 í heiminum við serkunnleika og frálæru í læknafrøði og verkfrøði. Umleið 1. mió. ferðafólk vitja árliga Edinborg og dregur so statt næstflest ferðafólk til sín í øllum Stóra Bretlandi aftaná London. Av heygnum, har Edinburgh Castle stendur, er frálíkt útsýni oman yvir stórbýin við krókutum miðaldargøtum og føgrum georgianskum húsum. Hvørt summar er stór altjóða mentanarstevna í býnum. Kokain. Kokain (frøðiheiti: "benzoylmethyl ecgonine") er slag av rúsevni vunnið úr kokabløðum. Kokain verður eisini rópt coke, kavi ella C. Kokain fæst sum pulvur, ið er hvítt ella gráhvítt og flykrut av útsjónd, men sokallað crack-kokain, ið er sera ódýrt kokain, er harafturímóti smáir, harðir grótlíkir klumpar, hvítir ella brúnir á liti. Kokain kann snúsast, roykjast ella sprænast inn. Virknaðurin av kokaini vísir seg eftir fáar minuttir, tá ið tað verður snúsað inn og beinan vegin, tá ið tað verður roykt og sprænt inn. Tað virkar í 1-2 tímar. Virknaðurin av kokaini er ógvuliga líkur virknaðinum av amfetamini, men styttri og ógvisligari. Tað gevur eina kenslu av orku, áræði, eydnusælu, kynsligum hugi og gleði. Hjáárin eru etingarólag og ótti, umframt skisofrenilíkar støður, har misnýtarin ikki longur er tann, hann eigur at vera. Tað er ógvuliga stutt ímillum tann skamtin, sum gevur rúsin, og tann skamtin, sum gevur bráðan yvirskamt, ið hevur deyða við sær, og tí er tað lívshættisligt at royna seg við kokaini. Tú fært høgt blóðtrýst, skjálvta og hjartablaktran, sum kann hava hjartasteðg og bráðdeyða við sær. Kokain verður gjørt úr kokaplantuni, sum veksur og verður dyrkað í Andesfjøllunum í Peru, Bolivia og Kolumbia. Tá ið kokain er vunnið úr plantuni, verður tað smuglað til Norðuramerika og Evropa. Síðstu 30 árini hevur nógv verið lagt fyri at minka innflutningin av hesum ovurdýra rúsevni, men striltið hevur gingið. Millum annað tí at máttmiklir drøggbarónar, til dømis Medellin Kartellið í Kolumbia hava gjørt alt fyri forða hesum, og tí at tað loysir seg væl hjá fátæku bóndunum at dyrka kokaplantuna. Stjórnirnar í Peru og Bolivia hava eggjað og stuðlað bóndunum at velta aðra grøði, og Sambandsríki Amerika hevur veitt londunum fíggjarligan stuðul fyri fáa tey tamarhald á drøgghandlinum, men í báðum førum er lítið komið burturúr. Í 1990-árunum hevði ólóglig drøggvinna, helst kokainvinnan stóra ávirkan á politikk og vinnulív í pørtum í Suðuramerika. 0,8 % av øllum næmingum í 9. flokki í Føroyum hava, sambært kanningum hjá ESPAD, roynt kokain. Amerikanskur dollari. USA dollari (USD, $) er mynteind í Sambandsríki Amerika. Ein amerikanskur dollari ($) svarar til 100 amerikanskar sentar (¢). Nýtslan av mynteindini í øðrum londum. Puerto Riko, Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Amerikanska Sámoa, Guam, Marshalloyggjar, Norðurmarianoyggjar, Mikronesia, Palau, Eysturtimor, Karibisku Niðurlond (Bonaire, Sint Eustatius og Saba), Turks- og Caicosoyggjarnar, Bretsku Jómfrúoyggjar, Bermuda, Ekvador, El Salvador, Panama, Belis, og Simbabvi. Kuvait. Lýðveldið Kuvait (arabiskt; "دولة الكويت" ella "Dawlat al-Kuwayt") er eitt lítið land í Miðeystri. Høvuðsstaður er Kuwait City, og londinum hevur umleið 3,5 millionar íbúgvar. Í vestri hevur Kuvait mark við Saudi-Arabia, í norðri við Irak, og í suðri er Persaflógvi. Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Kuveit, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Kuvait. Søga. Í 1990 tók Irak Kuvait. Innrásin var atvold til Flógvakríggið, tá ið altjóða herlið við USA á odda róku irakar norður um aftur markið. Búskapur. Stórar oljukeldur hava gjørt Kuvait ovurríkt, og oljuídnaður er høvuðsvinna. Áðrenn olja varð funnin har í 1940-árunum, var landið fátækt og lítið framkomið. Men stóri oljuútflutningurin hevur gjørt tað til eitt av ríkastu londum í heiminum. Ovurstóra ríkidømið í Kuvait sæst aftur í til dømis dýrum bilum og stórsligum byggingum sum vatntornunum í høvuðsstaðnum. Irakska innrásin var sonn vanlukka fyri Kuvait. Tá ið irakar tóku seg aftur, settu teir eld á nógvar oljubrunnar, og hetta fekk álvarsligar avleiðingar fyri alt har um vegir og búskap landsins. Nógv olja rann í havið, og fuglur og sjódýr doyði. Nógv spreingievni og óbrostnar minur lógu eftir í oyðimørkini. Enn er ikki liðugt at rudda upp eftir flógvakríggið. Fólkið. Lívskorini eru góð; fólkið rindar ikki skatt, og skúlagongd, sjúkraviðgerð og mangar aðrar samfelagsveitingar eru ókeypis. Landafrøði. Kuvait er innast í Persaflógva. Landið er lítið, og meginparturin er oyðimørk. Las Vegas. Las Vegas er ein amerikanskur stórbýur, sum liggur í statinum Nevada. Las Vegas er eisini tann størsti býurin í Nevada. Býurin er kendur fyri tær mongu kasino'ini, og sum tann býurin sum ongantíð svevur. Hann er eisini ein av teimun førandi býunum fyri ráðstevnum og messum. Býurin hevði í 2004, 37 mió. vitjandi. Las Vegas er eisini kent fyri teirra nógvu brúdleypskapellir. Í Las Vegas er allastaðni alskyns tól, har tú kanst spæla um pengar, og handlar av ymsum slag. Las Vegas City hevði í 2009 567.641 íbúgvar. Alt Las Vegas økið hevði í 2010 uml. 2.000.000 íbúgvar. Las Vegas er ein av teimum skjótt vaksandi býunum í USA. Í 2005 fluttu umleið 5.000 fólk til býðin hvønn mánað. Býurin hevur eitt øðiligt elektrisitet brúk, og hervið kann man siga, at Las Vegas er býurin sum ongantíð svevur. Carolyn Goodman hevur verið borgarstjóri síðan 2011. Søga. Í 1855 komu trúboðarar hjá mormonunum til dalin at umvenda og kristna upprunafólkini. Teir búgva eitt fort nærindis núverandi miðbýnum. Í 1905 opnar jarnbreytastøðin og síðan 19. mars 1931 er tað loyvt at skipa fyri eydnuspæli í býnum. Álopið á The Strip. Ein countrykonsert 1. okt. 2017, ið var hildin á høvuðsgøtuni The Strip, fekk ein brádligan enda. Ein maður hevur staðið við einum automatvápni í einum hotelli, við útsýni yvir konsertina, og skotið eftir lurtarum á konsertini. Talan var um countryfestivalin Route 91 Harvest, sum vardi í tríggjar dagar. Sangarin Jason Aldean var í holt við seinastu konsertina á festivalinum, tá skotini ljóðaðu seint sunnukvøld 1. okt., amerikanska tíð. Kl. 22.08 blivu fyrstu skotini latin av. Skjotingin helt áfram í heili 10-15 minuttir. “Hann var á 32. hædd á Hotel Mandalay Bay, og har varð maðurin dripin av løgreglufólki,” upplýsir Joseph Lombardo, sheriffur hjá Las Vegas Løgregluni, og hann legði afturat, at gerningsmaðurin ikki verður hildin at hava samband við nakran vápnaðan bólk. Islamiskur Statur (IS) vil vera við, at yvirgangsfelagsskapurin stendur aftanfyri skotblóðbaðið. IS vil vera við, at 64 ára gamli gerningsmaðurin Stephen Paddock hevur verið islamist í nakrar mánaðar. Áður hevur felagsskapurin sagt seg standa aftanfyri álop, sum ikki hava havt nakað samband við IS. Løgreglan í Las Vegas kom fram til, at skotið var frá 32. hædd úr hotellinum Mandalay Bay. Mandalay Bay liggur í kenda økinum The Strip á Las Vegas Boulevard. Eisini verður sagt, at skotið varð inni í hotellinum. Løgreglan fann gerningsmannin deyðan á hotellkamarinum eftir skottilburðin. Í rúminum hevði hann 23 skotvápn. Gerningsmaðurin er 64 ára gamli Stephen Paddock. Løgreglan vil ikki siga meira um mannin. Donald Trump hevur hildið røðu fyri amerikanska fólkinum 2. okt. “Vit eru savnað í sorg og skelki”, segði hann millum annað. “Brutalt myrdi hann 50 fólk og særdi fleiri enn hundrað fólk. Hetta var ein gerð í reinum óndskapi,” segði Trump. Minst 59 persónar eru deyðir og 527 persónar koyrdir skaddir á sjúkrahús eftir skjótingina. Hetta er ikki fyrstu ferð at tílík skjóting er farin fram í Amerika. Tó er hetta tann ógvsuligasta hendingin higartil í amerikanskari søgu. Hjartakrampi. Hjartakrampi ("angina pectoris") eru herðindi av pínu í bringuni. Pínan kann breiða seg til háls, munn og út í armar. Henda pínan er tekin um súrevnistrot (iltmangul) í hjartanum. Hjartað hevur eins og kroppurin tørv á súrevni, tá tað skal pumpa blóðið runt í kroppinum. Súrevnið verður flutt runt til allan kroppin og eisini til hjartað. Tær æðrarnar, sum flyta blóðið við súrevni til hjartað, kallast hjartapulsæðrar. Fleiri orsøkir kunnu vera til, at hjartað ikki fær nokk av súrevni. Ein orsøk er, at hjartapulsæðrarnar kunnu verða tilkálkaðar, so at hjartað fær minni blóð, enn tað tørvar. Tørvurin á iltaðum blóði økist, tá tú arbeiðir nógv, ella setur nógv á, tí nú skal hjartað sláa skjótari, enn tá ið tú hvílir teg. Av somu orsøk fáa fólk ofta hjartakrampa, tá ið tey gera hart kropsligt arbeiði. Eisini í øðrum førum kann hjartað tørva meira súrevni enn annars. Vit kunnu nevna sálarliga strongd, undir kynsligum sambandi og um tú blívur kaldur/køld. Eitt hjartakrampaherðindi kanst tú meir enn so fáa undir slíkum umstøðum. Í Føroyum eru umleið 1000 fólk, sum hava hjartakrampa. Tey flestu eru mannfólk, sum eru oman fyri 50 ár. Akne. Akne er húðsjúka, sum kemur av, at hárrøturnar í húðini verða tiptar. Symptomini eru pirrur og døkkormar. Akne ("vulgaris") er tann vanligasta húðsjúkan. So at siga øll fáa ringa húð eitt tíðarskeið í lívinum, meira og minni. Sjúkan (ella ilskan) byrjar vanliga um kynbúningaraldur og er sjónligast hjá 14-18 ára gomlum, síðan viknar sjúkan so líðandi. Tó er akne at síggja hjá 1 % av monnum og 5 % av kvinnum í 40 ára aldri. Á kynbúningaraldri økist framleiðslan av kynshormonum í blóðinum, m.a. tað mannliga kynshormonið, testosteron. Hetta hormonið verður broytt av enzymum í fiti kertlunum til eitt virknari hormon, ið síðan elvir til størri fitikertlar, ið vinda uppá seg. Hetta hevur við sær, at útlátið úr fitikertlunum tippist av deyðum húðkyknum (keratin). Tað er atvoldin til pirrurnar. Pirrur kunnu vera opnar við svørtum keratintøppi ella afturlatnar og hvítar á at líta. Bakteriugróðurin í fitini broytist, og aknebakterian (proprionbacterium acnes) fer at nørast. Vanliga kemur bruni í pirrurnar og rundan um tær, og húðin kennist tjúkkari enn vanligt; bløðrur við bruna og kanska eisini størri bløðrur (cystur) koma fram. Montana. Stakríki Montana (enskt: "State of Montana") er fjórðstørsti stakríki í Sambandsríkinum Amerika og hevur umleið 989 túsund íbúgvum. Høvuðsstaðurin kallast Helena og størsti býurin er Billings. Í norðri hevur Montana mark við Kanada (landslutir: British Columbia, Alberta og Saskatchewan), í eystri við North Dakota og South Dakota, í suðri við Wyoming og Idaho, og í vestri við Idaho. Í 1889 bleiv Montana stakríki í USA. Eyknevni er Skattstaturin (enskt: "Treasure State"). Indiánarnir. a>. Sjálvbodnir ríða úr leguni og fara upp í eina fylking ella eitt krígslið hjá siouxkrígsmonnum. Um miðju 19. øld fóru vápnað niðursetufólk at byggja garðar á grasfløtunum í Montana, herurin í USA veitti teimum stuðul. Tey týndu bisonneytini fyri at rudda lendið. Í 1859 livdu milliónatals bisonneyt á fløtunum í Montana, men í 1889 vóru færri enn túsund eftir. Avleiðingarnar vóru, at indiánarnir høvdu hvørki mat ella bústað. Teir vóru vorðnir óførir at skjóta av rossabaki eftir tað, at spaniamenn høvdu havt ross og byrsur við sær til USA í 16. øld, og nú í 1866 noyddi siouxhøvdingin Red Cloud amerikonsk herlið burtur av veiðilendinum hjá siouxindiánunum. Við Little Bighorn í Suðurmontana í 1876 drupu siouxkrígsmenn hjá høvdingunum Sitting Bull og Crazy Horse 250 hermenn hjá USA, heryvirmaður teirra var George Armstrong Custer. Men indiánarnir megnaðu ikki at verja seg, og øll mótstøða í Montana varð bard niður. Mann Gulch eldurin
. Tann 5. august 1949 sló toran niður í kluftina Mann Gulch mitt í Helena National Forest. Eldur kom í, og skjótt varð talan um ein veruligan skógareld. Sløkkilið royndu at basa eldinum, men vøksturin var ov turrur, og ov nógvur vindur var í kluftini. Áðrenn langt var umliðið, vóru sløkkiliðsmenninir bert fáar metrar frá logunum, sum tóku seg fram við rúkandi ferð. Sløkkiliðsleiðarin Wagner Dodge gjørdi ein sonevndan rýmingareld - ein lítil eldur, sum skuldi brenna eitt petti av landinum av, so tann stóri eldurin ikki slapp tann vegin - men hinir menninir kendu ikki hendan mátan at halda eldinum burtur, og í staðin tóku teir til rýmingar hvør í sínum lagi. Bara Wagner Dodge og tveir aðrir sluppu livandi frá eldinum. Trettan aðrir doyðu. Landafrøði. a> varð grundlagdur í Yellowstone í Montana í 1872. Montana er um somu stødd sum Japan, men hevur umleið 1 mió. íbúgvar. Stóra stakríkið Montana er umgyrt av øðrum lutstatum og hevur ikki mark út ímóti sjónum. Stakríki hevur mark við Kanada, Wyoming, Idaho og Dakota (Suður- og Norður Dakota). Í Montana er fólkatættleikin lutfalsliga lágur og íbúgvaratalið er eisini lutfalsliga lágt. Fólkatættleikin er bara 2,65 persónar fyri ferkilometurin. Flestu býir eru smáir. Landið goymir ørgrynni av ráevnum, men størsti trupulleikin hinvegin er tað kalda veðurlagið og tey longu strekkini millum býir og bygdarløg. Hetta navnið, "montaña", er spanskt og merkir "fjøll". Ein stórur partur av Montana er fjallaland. Fjallaryggurin Rocky Mountains í vestara parti er í støðum hægri enn 3900 m. Hægsti tindurin eitur Granite Peak, 3,904 m. Á markinum ímillum Wyoming og Montana er Granite Peak. Inni í lutstatinum eru tær ómetaliga víðu grasfløturnar, prerian, hundraðtals km. í allar ættir. Í Klettafjøllunum er eisini nógv av rossum; talið av villrossum hevur verið mett til uml. 47,000 djór í USA. Náttúran er fjølbroytt og stórbær, fuglameingið er stórt eins og plantulívið. Ferðafólk koma til Montana at vera í náttúruni, at fiska síl og annað. Náttúran hevur nógv at siga, til dømis veðurlagið. Nakrir eru enn eftir í fjøllunum og liva sum búnaðarfólk. Náttúruni liva tey av og eru sum eitt við hana: allur reiðskapur teirra er sjálvgjørdur, tey fiska m.a. við boga og ørvi, veiða við byrsu, fáa eld við at gníggja trø hvørt móti øðrum, og kenna allan vøkstur og týdning av vøkstrinum. Stórir partar av Montana eru í nálaskógarøkinum. Her er veturin ógvuliga kaldur. Nálatrø trívast í kalt tempraða veðurlagnum. Tey klára seg ígjøgnum kalda veturin, og tá ið tað frysta jørðildið tiðnar um summarið, fáa røturnar føðslu, og trøini vaksa væl. Størstu býir. Landspartar og býir í Montana Heroin. Heroin er sterkt rúseitur vunnið úr morfini. Heroin verður eisini rópt junk ella dope á altjóðamáli. Heroin er annaðhvørt brúnt ella gráhvítt. Heroin, sum verður selt á gøtuni, er altíð blandað upp í onnur evni, so ein kann ongantíð vita við vissu, hvat ein fær. Harumframt sæst eisini roykiheroin, sum er eitt brúnligt, heldur grovari pulvur, at fáa. Heroin verður sprænt beinleiðis í blóðið. Á tann hátt fær nýtarin ein størri vælverurús, enn um evnið verður svølgt. Verður evnið sprænt inn, er vandi fyri ígerð, tí nálirnar eru ikki altíð sóttreinsaðar. Heroin kann eisini verða sniffað ella roykt. Virknaðurin vísir seg eftir fáar minuttir, um tað verður andað niður í lunguni ella roykt, og eftir fá sekund, um tað verður sprænt inn. Heroin virkar í uml. 3-6 tímar. Fyrst upplivir nýtarin eina kenslu av ómetaligari gleði, sum verður avloyst av einari kenslu av hita, hvíld og gleði. Persónurin upplivir, at allir trupulleikar, væntanir og trýst frá umhvørvinum verður lagt aftur um bak. Tilvenjingin er bráð, og kroppurin verður bundin av hesari nýtslu eftir bara 5-6 dagar. Harumframt hendir ein ógvuslig tolsemismenning, ið merkir, at næsta skot kemur bara at snúgva seg um at sleppa fjáltrinum, ikki fyri at uppliva rúsin. Heroin ávirkar eitt ávíst slag av nervakyknum, tær opoidu nervakyknurnar. Harvið verða GABA-nervakyknurnar hind¬raðar í at tálma teimum nervakyknum, sum gera og úrskilja dopamin. GABA er eitt fráboðanarevni, sum sendir upplýsingar víðari til heilan. Hetta hevur við sær eina økta úrskiljing av dopamini, og heroin virkar tí rúsandi. Men aftaná verður ein dølskur og móður. At nýta heroin hevur óregluligan og seinan andadrátt við sær, og harumframt andar ein ikki so djúpt. Fær ein ov nógv av heroini í seg, gevst viðkomandi at anda, tí heroin ávirkar andadráttarmiðstøðina í heilanum, og tí doyr nýtarin. 0,6 % av øllum næmingum í 9. flokki í Føroyum hava, sambært kanningum hjá ESPAD, roynt heroin. Michael Maze. Michael Maze (føddur 1. september 1981 í Fakse, Danmark) varð kosin besti ítróttamaður í Danmark og var sera væl umtóktur, tá ið hann til HM í Kina í 2005 varð heimsins fjór besti borðtennisleikari. Síðani varð hann skaddur fleiri ferðir og ætlaði at steðga at spæla borðtennis. Men hann hevur nú sett sær fyri at stríðast fyri aftur at náa bestu úrslitum og vinna virðislønir. Fongsul. Fongsul ella fangahús er hús har ið fangar verða settir sum revsing fyri lógarbrot. Borðtennis. Borðtennis er spæl við lítlum løttum bólti ið verður sligin við batti um net á (stórum) borði. Badminton. Badminton er bóltleikur við fjaðurbólti ið verður sligin við kettjara tvørtur um net sum einmansleikur ella tvímansleikur. Kurvabóltur. a>). Búnar hava nógv at siga í liðítrótt. Áskoðarar og leikarar duga eftir teimum at skyna, hvør ið er í parti. Kurvabóltur er bóltleikur millum tvey lið á fimm leikarum har sum málini eru upphongdar netkurvar. Hesar kurvar eru í eini hædd sum er áljóðandi 3.048 m. Fyrsti dysturin ímillum skipað lið var í Springfield, Massachusetts í USA í 1891. Í liðítrótt, til dømis í kurvabólti, mugu leikarar arbeiða saman, skulu teir vinna. Hvør leikari hevur sítt pláss á liðnum, og allir eru líka týðandi, at liðið skal vinna. Stuðlar og sjónvarp ávirka ítróttina nógv. Bestu leikararnir vinna milliónir, og størstu ítróttahendingarnar síggjast um allan heimin um fylgisvein. Kurvatromin er 305 cm. upp frá gólvinum. ·  Bólturin kann verða tveittur í kurvuna, tveittur ímillum leikarar, rullaður, dribblaður osfr. ·  Bólturin og tann ið hevur bóltin mugu verða innan vøllin. ·  Um leikarin við bóltinum verður dekkaður tætt, kann hann ikki standa stillur við bóltinum í meira enn 5 sek uttan at dribbla bóltin ella tveita hann burt. ·   Bólturin má ikki vera sparkaður. ·   Tíðaravmarka (tað er avmarka hvussu leingi eitt lið kann hava bóltin áðrenn kasta verður). Flogbóltur. Flogbóltur, á enskum og fleiri øðrum málum verður "volleyball" brúkt. Í flogbólti eru tað tvey lið, seks á hvørjum liði, ið skulu royna at sláa bóltin yvir á banan hjá mótstøðuliðinum. Líkasum tennis og badminton er banin deildur av einum neti. Á enskum og fleiri øðrum málum verður flogbóltur róptur "volleyball". Flogbóltur er bóltleikur, har ið bólturin við hondunum verður sendur aftur og fram um net, sum er spent um miðjan vøll. Í flogbólti eru tað tvey lið, seks á hvørjum liði, ið skulu royna at sláa bóltin á banan hjá mótstøðuliðinum, liðini kunnu spæla bóltin trýggjar ferðir sínamillum, áðrenn bólturin verður sendur yvirum til mótstøðuliðið, helst skal bólturin koyrast yvirum soleiðis at mótstøðuliðið missir bóltin ella ikki fær fatur á honum, hetta verður ofta gjørt við at bólturin verður hevaður til ein sum dugir væl at smasja, tað er at sláða bóltin hart við arminum lyftum upp yvir høvdið. Flogbóltur bleiv fyri fyrstu fer spældur í 1864 í Tokyo. Fyrsti dysturin ímillum skipað lið var í Holyoke, Massachusetts í USA í 1895. Flogbóltur verður spældur ymsa staðni í Føroyum, nevnast kunnu feløgini Fleyr úr Tórshavn, ÍF úr Fuglafirði, Ternan av Toftum, SÍ og Dráttur úr Vágunum, Mjølnir úr Klaksvík, TB av Tvøroyri, KÍF úr Kollafirði og Nøvan av Oyrabakka. Á hvørjum árið verður spælt um Føroymeistaraheiti og Steypakapping. Báðar kappingarnar eru um veturin. Banin. Soleiðis sær ein flogbóltsbani út. Banin er deildur upp í eitt øki framman og eitt øki aftan av einari álopslinju. Álopslinjan, verður eisini kalla tríggjar metra linjan. Hon er tríggjar metrar frá, og javnt við netið. Álopslinjan er ein partur av økinum framman. Umráðið í fríøkinum aftanfyri baksíðuøkið verður eisini kalla fyri servuøkið. Reglar. Eitt lið hevur seks spælarir úti á bananum, og upp til 6 útskiftarar. Tað liði, sum fyrst vinnur trý sett, hevur vunnið dystin. Fyri at vinna eitt sett, skal ein fáa 25 stig (5 sett, 15 stig), og samstundis vera 2 stig framman fyri mótstøðuliðið. Tvs, at um støðan er 25-24, verður dysturin ikki avgjørdur fyrrenn annað liðið er tvey stig frammanfyri. Hvørt lið hevur loyvi til at røra bóltin tríggjar ferðir, men sami spælarin hevur ikki loyvi at røra bóltin tvær ferðir á rað. Men tað eru nøkur undantøk. Um bólturin verður blokkaður og blokkerandi liðið fær bóltin, so telur blokkurin ikki sum ein røring. Tá ið ein spælur flogbólt, er tað loyvi at brúka fleiri partar av kroppinum. Tað vanliga er at brúka hendurnar, men tað er eisini loyvi til at brúka høvdið og føturnar. Blokering. Ein blokering er, um ein spælari hoppar upp framman fyri netið og forðar mótspælarinum at sláa bóltin yvir netið. Tað er loyvt at hava hendurnar framman fyri netið hjá mótspælarinum, tá ein blokerar. Tað er loyvt, at tveir ella tríggir spælarir blokera, um allir eru framsíðuøki spælarir. Hetta kallast ein felags blokering. Ein blokering telur ongantíð, sum ein røring, sum tær tríggjar røringar eitt lið kann hava. Eg veit, hvat tit gjørdu í fjør summar. Eg veit, hvat tit gjørdu í fjør summar (enskt: I Know What You Did Last Summer) er ein amerikanskur ræðufilmur frá 1997. Filmurin er spældur inn í Bodega Bay í Kalifornia. Høvuðsleikarar í filminum eru Jennifer Love Hewitt (Julie James), Sarah Michelle Gellar (Helen Shivers), Freddie Prinze Jr. (Ray Bronson) og Ryan Phillippe (Barry William Cox). Filmurin eru framleiddur í USA. Leikrit hevur Kevin Williamson skrivað eftir skaldsøgu hjá Lois Duncan. Søgugongd. Fýra vinfólk koyra ein mann yvir, og hann doyr. Tey sleppa sær av við líkið og lova hvørjum øðrum, at tey ongatíð skulu fortelja nøkrum um hendingina. Men eitt ár eftir fáa vinfólkini eini óhugnalig boð um, at onkur veit, hvat tey gjørdu í fjør summar. Og so verður alt til eina blóðdálkaða marru fyri øll fýra. Familjan Griffin. Familjan Griffin (enskt: "Family Guy") er ein amerikonsk sjónvarpsteknifilmsrøð. Familjan Griffin er ein næstan vanlig, løgin forstaðarfamilja í Quahog, Rhode Island, ið er skapað av Seth MacFarlane. Pedda Post. Pedda Post (enskt: Postman Pat) er bretsk teknifilmsrøð fyri smá børn. Sjónvarpsteknifilmsrøðin hevur verið at sæð í sjónvarpsrásini hjá Kringvarpi Føroya við føroyskari talu. Jødar. Jødar (norrønt: "gýðingar") er heiti, ið verður nýtt um fólk, sum hoyra til trúnna, jødadómin. Søgan hjá jødum er nær knýtt at átrúnaði teirra, jødadómin. Jødar trúgva á ein Gud, sum gjørdi sáttmála við ættfaðir terirra, Ábraham, fyri uml. 4000 árum síðan. Jødar skuldu blíva Guds úrvalda fólk. Afturfyri lovaðu teir at halda lógir Guds og boða boðskap hansara. Í 1914 vóru 13 milliónir jødar í øllum heiminum. Tríggjar milliónir í USA, ein millión í Vestur- og Miðevropa og færri enn ein millión í arábisku londunum. Restin, átta milliónir, búðu undir ræðuligum umstøðum í Eysturevropa og í Russlandi. Nógvir jødar bardust í russisku kollveltingini í teirri trúgv, at frælsi og javnrættur eisini var galdandi fyri teir. Men so var ikki. Sovjetska stýrið arvaði forfylgingina frá tsarveldinum. Tíðliga í 1920unum vóru fleiri enn 1.000 jødaforfylgingar í Ukraina, og 17.000 jødar lótu lív. Nógvir, ungir jødar rýmdu tískil úr Russlandi til Palestina. Hesi fólkini droymdu um at byggja upp eitt samfelag eftir sosialistiskum hugmyndum um frælsi, javnrættindi og rættvísi. Men kreppan gjørdi um seg, og í 1929 løgdu arábar í Palestina eftir jødisku flóttafólkunum. Amerikanska Borgarakríggið. Amerikanska Borgarakríggið (1861 – 1865) brast av álvara á tann 12. apríl í 1861. Kríggið herjaði um stóran part av USA. Tríggjar milliónir amerikanarar kríggjaðust og 600 000, tað vil siga tvey prosent av fólkinum í landinum, læt lív. Heimini vórðu hermannabúðir og kirkjur og skúlar vórðu sjúkrahús. Frá 1861 til 1865 bardust amerikanarar sum óðir móti hvørjum øðrum. Orsøkirnar vóru mangar. Men tað, sum byrjaði sum eitt stríð um rættindi í einstøkum statum, endaði sum eitt kríggj um, hvat frælsi í Amerika í grundini hevði at týða. Herarnir í borgarakrígnum høvðu góð vápn. Øll framleiðsluvinna í Norðurstatunum legði seg eftir at menna vápnaframleiðsluna og bara í 1862 fingu tey 240 einkarrættir til vápn. Fyri fyrstu ferð sóust tokkanónir, landminur, kikarasikti, hernaðartelegrafar og byrsur sum skutu nógv skot og skjótt. Í 1862 visti Lincoln, at tað ikki var gjørligt at endurreisa gamla samveldið. Neyðugt var at gera eitt nýtt, og Lincoln metti, at bara avtøkan av trældóminum kundi styrkja hugskotið um eitt nýtt samveldi. Hann bíðaði eftir einum sigri, so hann kundi senda út boðini um avtøkuna av trældóminum. Men hann noyddist at bíða leingi. San Francisco. San Francisco er 14. størsti býur í Sambandsríkinum Amerika og 4. størsti býur í amerikanska statinum Kalifornia. Býurin er tann tættast bygdi í Kalifornia og næsttættast bygdi býur í øllum USA, næst eftir New York City. Býurin liggur á San Francisco hálvoynni millum Kyrrahavið og San Francisco-víkina. Býurin er uppkallaður eftir halgimenninum Frans av Assisi. Býurin varð settur á stovn hin 29. juni 1776, tá sponsk niðursetufólk bygdu ein skansa við Golden Gate og settu á stovn eina missión, sum var uppkallað eftir Sankta Frans av Assisi, stutt hagani. Enn verða kaðalsporvognar brúktir í almenna flutninginum í brøttu brekkunum í San Francisco. Landskjálvtar eru vanligir har á leið, og ofta hava teir gjørt stóran skaða. Mánadagin 25. august í 2014 varð San Francisco raktur av einum jarðskjálvta, ið varð máldur til 6 á richterstiganum. Hesin skjálvtin varð máldur klokkan 3 um náttina lokala tíð. Miðdepilin í skjálvtanum lá við American Danyon í Napa Valley, í nánd av San Francisco. Her merktust ristingarnar eisini sera nógv. Eini 70 hava fingið skaða orsakað av hesum, eins og fleiri søguligir bygningar fingu skaða. Eingin er kortini deyður av jarðskjálvtanum. Tættbygda økið er rundan um San Franciscovík og gongur víðari suður til San Jose. Tríggjar brýr binda saman tættbygdu økini tvørtur um San Franciscovík. Øki við tøttum skógarvøkstri eru um stóran part av Santa Cruzfjøllum vestanfyri jarðfrøðiliga umskaringarøkið í San Andreas. Onnur skógarøki eru á høvdunum eystanfyri San Franciscovík. University of California, Berkeley (UC Berkeley) er uttan fyri San Francisco og telist millum bestu universitetini í heiminum. Eitt av heimsins størstu fongslum, San Quentin State Prison, liggur í eini vík við San Francisco. Í heimsins dýrasta býi, San Francisco, er miðalleiguprísurin fyri eina lítla íbúð við plássi fyri einari familju upp á fýra 4.000 dollarar um mánaðin, svarandi til góðar 28.000 DDK. Sostatt skal familjan vinna 163.000 dollarar – knappar 1,2 milliónir krónur – um árið fyri at hava ráð til at búgva í íbúðini. Útrokningarnar hjá "Nested" byggja á eina bústaðavídd upp á 39 fermetrar til ein einstakan persón og 75 fermetrar til eina familju upp á fýra. Samkynd mentan. Síðan Seinna heimskríggj var komið at enda hevur San Francisco drigið samkyndar menn í hópatalið til sín. Tað byrjaði við, at amerikanski herurin skipað fór í holt við at senda menn ið vóru undir illgruna fyri at vera samkyndir til San Francisco. Nógvir av hesum monnunum blivu búgvandi í býnum, eftirsum tað var lættari at hitta líkasinnaði har. Menninir lótu upp barrir og møtistøð fyri samkynd. Í 1950-árunum undir antikommunistisku leiðslunini hjá Joseph McCarthy, fór ein heksajagstran fram móti samkyndum, eitt nú í amerikonsku fyrisitingini, og hetta førdi til, at uppaftur fleiri samkynd fluttu til San Francisco. Í 1969 búðu tað fleiri samkynd fólk per íbúgva í San Francisco enn í nøkrum øðrum amerikanskum stati. Í 1970-árunum búsettu uppaftur fleiri samkynd seg í økinum sum nevnist Castro, sum kom at gerast ein miðdepil fyri samkynd, og San Francisco Pride byrjaði. Tann fyrsti politikarin í Kalifornia, ið var opin um at hann var samkyndur, var Harvey Milk, ið varð valdur inn í San Francisco Board of Supervisors, sum er stjórnin í City and County of San Francisco. Mikl var kendur fyri sítt arbeiði fyri at betra um rættindini hjá teimum samkyndu. Í San Francisco verður spurningurin, hvørt samkynd sleppa at giftast ella eiga børn ikki umrøddur. Tí í einum býi, har nærum 10. hvør av íbúgvunum eru samkynd, verða børn hjá samkyndum foreldrum ikki fatað sum nakað serligt, sum skal granskast. Fyrsta ættarliði er uppvaksið hjá samkyndum foreldrum uttan nakað hóvasták. Idaho. Idaho (enskt: "State of Idaho") er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 1,5 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Boise. Í norðri hevur Idaho mark við Kanada (British Columbia), í eystri við Montana og Wyoming, í suðri við Utah og Wyoming, og í vestri við Washington og Oregon. Í 1890 bleiv Idaho stakríki í USA. Eyknevni er Gimsteinstaturin (Enskt: "The Gem State"). Náttúra. a>. Tætt við er stór heit goskelda. Eystast móti fjøllunum ganga stór fylgi av neytum, hetta eru kjøteyt, og eru tey hálvvill. Fyrr høvdu teir menn á rossbaki at ansa eftir teimum. Har er eisini nógv til av seyði og rossum. Landslagið í Klettafjøllum í Eystur-Idaho er sera vakurt, og summastaðni hava teir friðað stórar víddir, so har má ikki mannahond koma at. Her kanst tú síggja brøtt fjøll, gjáir, dimmar, líðir, vøkur vatn, har tað yður av sílum, sum tú kanst fiska, heitar goskeldur, risatrø og ikki at gloyma - spakar visundar og bjarnir. Á hesum friðaða landi gongur nøgd av dýrum, sum sjálvsagt eisini eru friðað. Har eru bjarnir, bævrar, vísundar, o.o. Gitnasta av hesum parkunum, teir kalla, er Yellowstone National Park, sum er størri enn Sæland. Til at gera tað meira atkomiligt hava teir lagt bilvegir gjøgnum parkirnar og bygt gistingarhús í teimum. Pandora. Pandora er ein sjeynda-generatións hondhildin spælkonsol, ið vantandi verður útgivin í august í 2008, og fer tá, ífylgi framleiðarunum, at verða kraftigasta hondhildna spælkonsolin á marknaðinum. Pandora er ein andaligur efturfylgjari til GP32 og GP2X, og er framleitt av trimum amerikanskum spæl enthusiastar, og teirra mál er í teirra egnu orðum at skapa "the ultimate open source handheld device". Maskinan er ment í samráð við "forum community" og vanligir brúkarar hava kunna ynskt sær features og tekniskar specifikatiónir og framleiðararnir hava tikið hesi ynski til sín og designa Pandora eftir hesum. Nógvir software forritarar gera software til gomlu GP32 og GP2X og teir arbeiða eisini við at flyta tað tey forritini til Pandora, og við at gera nýtt system software hana. Maskinan megnar at koyra fleiri emulatorar og nógv vanligt Linux software, og eisini alt sum er skapt til GP32 og GP2X. Av emulatorum kann hon til dømis koyra Playstation 1, Sega, NES og SNES, Gameboy, DOSBox og ScummVM. Av tí at hon hevur ein GPU er hon eisini nóg máttmikil til at koyra Quake 3 og nýggi Firefox 3 er vorin so lættur í vendingini at hann koyrur væl á Pandora. Og so kann man brúka VLC Media Player til at avspæla nær um allar video fílar á henni. Í fylgi verður prísurin umkring £199 (inc. VAT), $330, € 212 (Ex.VAT). Skotvápn. Heckler & Koch Hkp 2000. Skotvápn er vápn til at skjóta við. Vápnaídnaðurin er ein av heimsins størstu ídnaðum. Eitt mett miðaltal uppá 42 prosent av morðum um allan heim, verða framd av einkultpersónum og brotsmannaliðum, ið nýta skotvápn. Í USA. Skotvápn er ein inngrógvaður partur av borgararættindunim í USA, og stendur í grundlóguni. Í USA verða 11 000 fólk skotin til deyðis árliga. Í einum heimi í USA, har skotvápn er í húsinum, økist vandin fyri, at ein í húsinum verður myrdur við 41 % (sbrt. Amnesty International). Ein kanning hjá Harvard School Of Public Health staðfestir, at fleiri morð henda í teimum amerikansku statum har fólk eiga lutfalsliga fleiri skotvápn. Bill Clinton. William Jefferson "Bill" Clinton (føddur 19. august 1946 í Hope, Arkansas) var 42. forseti í Sambandsríki Amerika. Clinton fekk eina umfatandi hjartaskurðviðgerð í 2004. Hann varð í 2009 tilnevndur ST umboð fyri Haiti, har hann hevur til uppgávu at stuðla undir endurbygging og neyðhjálp í vanlukkurakta landinum. Ríkisrættarmál. 19. desember í 1998 var ríkisrættarmál innleitt móti Clinton við tveimum ákærum - fyri at hava logið undir eiði og fyri at hava forðað fyri rættvísi. Ákærurnar stavaðu frá einum øðrum rættarmáli móti Clinton, har hann var ákærdur fyri kynsligan ágang móti Paulu Jones, sum hevði arbeitt hjá honum, meðan hann var guvernørur í lutstatinum Arkansas. Ágangurin skuldi verið farin fram á einum hotellkamari í høvuðsstaðnum í Arkansas, Little Rock, tann 8. mai í 1991. Hetta meðan Bill Clinton var guvernørur í Arkansas. Í rættarmálinum royndi ákærin at tekna ein mynd av Clinton sum ein maður, ið fleiri ferðir hevði framt kynsligan ágang móti øðrum kvinnum, sum høvdu arbeitt hjá honum. Ákærin kallaði tí inn fleiri kvinnur, sum tey væntaðu, at Clinton hevði havt kynsligt samband við. Í rættarmálinum móti Paulu Jones noktaði Clinton fyri at hava havt nakað kynsligt samband við praktikantin í Hvítu Húsunum, Monicu Lewinsky. Ein trupulleiki var tó, at Monica Lewinsky hevði fortalt einum starvsfelaga hjá sær, Lindu Tripp, um tær hugnaløtur, sum hon hevði havt saman við forsetanum. Linda Tripp hevði tikið hesar samrøður upp á band. Tað var ikki ótrúskapurin hjá Clinton, sum førdi til ríkisrættarmálið, tað var hinvegin tann sannroynd, at hann hevði logið undir eiði um hesar hendingar. Hann bleiv tó fríkendur í Senatinum fyri báðar ákærurnar tann 12. februar í 1999. Bill Clinton í Føroyum. Fyrrverandi amerikanski forsetin vitjaði í landinum tann 1. oktober 2007, og í tí sambandinum helt hann fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Hann bæði skemtaði og umrøddi álvarsmál, tá hann helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Hann fyrigav føroysku norðbúgvunum, at teir í landnámstíðini tveittu írsku munkarnar á dyr, og vísti á, at øll lond og einstaklingar í felag hava ábyrgd av at skapa ein betri heim. Fyrrverandi amerikanski forsetin legði fyri við at greiða frá, at tá hann koyrdi av flogvøllinum í Vágum og sá fólk standa fram við vegnum og veittra til sín, hugsaði hann: "Tit klára tykkum fínt!" Hann kendi seg tí ikki kallaðan at siga føroyingum, hvussu teir skulu liva. Tó var ein av høvuðsboðskapum hansara, at bæði lond og einstaklingar hava eina felags ábyrgd at skapa ein betri heim. Hann staðfesti, at heimurin stendur opin fyri føroyingum, og at Føroyar hava tikið av møguleikanum at gerast altjóða fiskaframleiðari, komandi oljuframleiðari og kanska eisini áhugavert ferðamál. Hetta verður ofta kallað globalisering, men Bill Clinton vildi heldur brúka orðið "interdependence". Velja vit at stíga út í heim, tørvar okkum eisini heimin. Bill Clinton helt, at hendan støða kann vera bæði góð og ring. Sum oljuframleiðari fáa Føroyar ágóða av, at onnur vilja keypa olju frá føroyingum. Men samstundis átaka føroyingar sær felags avbjóðingarnar hjá heiminum. Hesar avbjóðingar eru eitt nú burðardygg menning, veðurlagsbroytingar og fólkavøkstur. "Ógvusligi fólkavøksturin ger, at fólkini í fátøku londunum gerast alsamt fleiri, og tey fara at ynskja sær eitt betri stað at búgva, eitt nú Føroyar," segði Bill Clinton. Hann spurdi síðan, hvat skal broytast í heiminum, og svaraði sjálvur, at neyðugt er at fáa heimin at arbeiða saman sum í einum lítlum samfelag sum tí føroyska. Neyðugt er at fáa fólk at kenna seg heima onkustaðni og geva teimum ein sterkan samleika. Til tess krevjast samansjóðað samfeløg við eins møguleikum fyri øll. Bill Clinton ásannaði, at góður trygdarpolitikkur er neyðugur, men vísti samstundis á, at tað fer ongantíð at eydnast at basa øllum yvirgangsbólkum. Hann helt, at útreiðslurnar til hermegi og trygd í USA eru ov stórar, og at hetta forðar fyri, at átøk, ið veruliga muna í triðja heiminum, verða framd. Um vakstrarhúsárinið segði hann, at atferð okkara má broytast, tí eyðsýnt er, at hetta árin hevur við sær ógvusligar veðurlagsbroytingar. Í hesum sambandi helt hann, at heimurin kann læra nógv av føroysku flagtekjunum. Tær spara nógva orku og eru vorðnar nýggjasti móti í USA. Saman við øðrum føroyskum fyritøkum var Eik ein av sponsorunum aftan fyri vitjanina hjá Bill Clinton í Føroyum, og vitjanin hjá fyrrverandi forsetanum kann gerast partur av brandingini av Føroyum og Eik uttanlands. "Ein positiv spin-off effekt av forsetavitjanini, er, at kunnleikin til Føroyar økist. Í takt við, at fleiri fáa at vita, at Bill Clinton hevur vitjað Føroyar, gekst lættari at greiða frá okkara landi og fyritøku" sigur Finn Danberg, undirstjóri í Eik. Massachusetts. Samveldið Massachusetts (enskt: "Commonwealth of Massachusetts") er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingshorninum av Sambandsríkinum Amerika. Massachusetts er næststørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir Maine. Her í Massachusetts búgva umleið 6,5 mió. fólk. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Boston, næststørsti býur eitur Worcester. Elsti lærdi háskúlin í Amerika, Harvard, er staddur her í Massachusetts. Í 1788 bleiv Massachusetts stakríki í USA. Norðari parturin í Massachusetts varð seinni til statin Maine. Eyknevni av Massachusetts er Víkstaturin (enskt: "Bay State"). Kendi amerikanski rithøvundur Henry David Thoreau er føddur og deyður í býnum Concord í Massachusetts. Náttúra og serliga fuglar hugtaka amerikanska rithøvundin, og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum vórðu lýstir í víðagitnu bókini "Walden - Life in the Woods” (1854). Hann búði m.a. við vatnið Walden Pond í Massachusetts árini 1847 til 1849. Landafrøði. Í norðri hevur Massachusetts mark við New Hampshire og Vermont, í suðri við Rhode Island og Connecticut, og í vestri við New York. Atlantshavið liggur í eystri. Áin Connecticut rennur ígjøgnum Massachusetts. Hægsta fjallið er "Mount Greylock" í útnyrðingsparti av landinum. Tað er 1.069 metrar høgt. Upprunafólkið. Upprunafólkið í Massachusetts eru norðuramerikanskir indiánar av ymsum ættbólkum, ið allir tosaðu tungumál, sum hoyra til eysturalgonkinska bólkin í algonkinsku málættini. Fyri 500 árum síðan búði ættbólkurin Massachusetts fram við eysturstrondini. Hetta fólkið var partur av Wampanoag-sameiningini. Í miðpartinum av Massachusetts búðu fólk av Nipmuck-ættbólkinum og í vestara parti livdi ættbólkurin Pocumtuc. Niðursetufólkið. a>. Skipið, sum flutti fyrstu niðursetufólkini til Massachusetts. Bretskir keypmenn og átrúnaðarlig flóttafólk búsettu seg í niðursetuøkjum sum Plymouth (í 1620) og Massachusetts Bay (í 1630) í Massachusetts. Tey komu við vónum um at røkja sína trúgv uttan uppílegging av høvuðkambum, biskupum, prestum og øðrum, sum trýstu tey at hoyra til almennu kirkjuna. Niðursetufólkini ella pílagrímarnir vóru ein blandingur av fólkum ymsastaðnis frá: serliga týskarar, fraklendingar og onglendingar. Teir síðstnevndu búsettu seg í landnyrðingshorninum, t.d. í Boston. Niðurlendskir og svenskir niðursetumenn komu eisini hagar. Fyrst í 17. øld vóru mangir protestantar ónøgdir við bretsku kirkjuna. Ein protestantiskur sertrúarflokkur, loysingarmenninir ("separatistarnir"), seinni nevndir pílagrímarnir, gjørdi av at fara til Massachusetts. Teir vónaðu at kunna seta seg niður og dyrka sína trúgv í friði og náðum. Í september í 1620 fóru um 100 pílagrímar úr Stóra Bretlandi við skipunum Mayflower. Mayflower var upprunaliga farmaskip og ikki bygt at flyta fólk. Teir ætlaðu at sigla til Virginia, men eftir harðbalna ferð komu teir til Massachusetts. Áðrenn teir stigu fótin á land, gjørdu teir Mayflowersáttmálan, sum segði, hvussu teir skuldu stýra niðursetubygd síni, ið teir nevndu Plymouthlundin. Helvtin av niðursetufólkunum livdu ikki fyrsta veturin av í Massachusetts, og niðursetubygdin Plymouth hevði helst doyð út, høvdu indiánararnir, sum búðu tætt við, ikki hjálpt teimum. Men Plymouth hóraði undan, og sum tíðin leið, kom hon reiðiliga fyri seg. Tíggju ár eftir at pílagrímarnir komu til USA, fóru reinleikabrøðurnir ("puritanararnir") at flyta til Massachusetts í stórum tali. Reinleikabrøðurnir stovnaðu lærda háskúlan í Harvard í 1636. Nakað norðan fyri Plymouth er Boston; hann er ein av teimum elstu býunum í Amerika, og har er góð skipahavn. Nógv vara, sum kemur til Massachusetts, verður uppskipað har. Síðan 18. øld hevur Massachusetts tikið ímóti nógvum fólkum við ymiskari mentan. Innflytarar eru komnir úr Evropa, Afrika og Ásia. Vága Floghavn. Staðseting av Vága Floghavn á føroyakorti sæst sum tað reyða flogfarið á kortinum Vága Floghavn er einasti flogvøllur í Føroyum, og er hann staðsettur i Vágunum omanfyri Sørvág. Flogvøllurin hevur eina flogbreyt, ið er 1.799 metrar til longdar. Flogfør flúgva hvønn dag ímillum Føroyar og útlondini. Søgan. Vága Floghavn er upprunaliga hernaðarfloghavn bygd undir Seinna heimsbardaga. Fyrst í sekstiárunum gjørdist tørvurin á flogferðslu til Føroyar so mikið stórur, at farið varð undir at nútímansgera floghavnina við m.ø. hentleikum til ferðafólk. 1. juli 1963 læt floghavnin upp fyri vanligari flogferðslu, og fyrsta flogfarið eftir hetta lendi 17. juli. Fyrstu tíðina vóru einans skrúvuflogfør nýtt. Síðani 1977 hava eisini nýmótans jettflogfør røkt rutusambandið til floghavnina. Atlantic Airways fór í 1988 at flúgva millum Danmarkar og Føroya. Fyrstu tíðina átti danskt felag í flogfelagnum. Seinni gjørdist tað føroyskt burturav og flýgur nú eisini til t.d. Noregs, London, Reykjavíkar og Barcelona. Í 7 mánaðir í 2006 fleyg FaroeJet millum Vága Floghavn og Kastrup floghavn, men gavst við hesum vegna fíggjarligum trupulleikar. Statens Luftfartsvæsen hevði umsitingina av floghavnini um hendi frá 1963 til 30. apríl 2007. 1. mai 2007 yvirtók Føroya Landsstýri Vága Floghavn. Frá sama degi varð floghavnin landsstovnur undir Vinnumálaráðnum. Frá 24. juli 2008 hevur floghavnin verið skipað sum partafelag við Landsstýrinum sum einasta eigara. Tann 3. desember 2011 varð longing av flogbreytini liðug. Flogvøllurin fór tá frá at vera 1.200 m til at vera 1.799 m til longdar. 17. juni 2014 var nýggj farstøð tikin í nýtslu, teknað av Selmar Nielsen, arkitekti. Ferðsla um flogvøllin. Ferðslan um flogvøllin er yvirhøvur vaksin tíðina síðani hann opnaði fyri sivilari flogferðslu í 1963. Í 1963 flugu 946 persónar um flogvøllin, og fór ferðslan upp um 10.000 fólk í 1967. Í 1979 flugu fyri fyrstu ferð yvir 50.000 ferðafólk um flogvøllin, í 1988 fór ferðafólkatalið uppum 100.000, men fall tað aftur í samband við búskaparkreppuna í fyrru helvt av 90-árunum. Í 2001 fór ferðafólkatalið fyri fyrstu ferð upp um 150.000, meðan ferðafólkatalið fór upp um 200.000 fyri fyrstu ferð í 2006. Í 2011 flugu 203.499 um Vága floghavn. Rhode Island. Rhode Island (enskt: "State of Rhode Island and Providence Plantations") er stakríki í Sameindu Statunum við umleið 1 mió. íbúgvum. Rhode Island er tað minsta stakríkið, bæði í Nýonglandi og í USA. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Providence. Í norðri og í eystri hevur Rhode Island mark við Massachusetts, og í vestri við Connecticut. Í suðri liggur Atlantshavið. Í 1790 bleiv Rhode Island lutstatur. Eyknevni er Hin Havstaturin (enskt: "The Ocean State"). Fólkatalsfrøði. Rhode Island er tað stakríkið í USA, har fólkatættleikin er størstur. Víddin á lendinum er 3.140 km². Til samanbering er Føroyar 1.399 km². Har býr eisini meiri enn ein millión fólk. Fólkatættleikin í Føroyum er 34,5 í 2015. Í Rhode Island er fólkatættleikin uml. 388 fólk fyri hvønn km² í 2015. Fólkatættleikin á 388/km² er hægri enn í flestu amerikonsku statunum. Tann rómversk-katólska kirkjan er størsti trúarbólkur í Rhode Island; umleið 63 % av fólkinum eru rómverskir katolikkar í 2014. Hetta er hægsta talið av katolikkum í USA. 27 prosent eru protestantar. Fólkið er ættað úr Italia (19 %), Írlandi (18,3 %), Onglandi (12,1 %), Portugal (8,2 %), og Fraklandi (8 %). Skift á fólkatalið var bruttotjóðarúrtøkan umleið 293.000 krónur (41,678 USD) í 2015. Eisini er Rhode Island millum ríkastu stakríki í USA. Landafrøði. State of Rhode Island and Providence Plantations er tann minsti lutstatur í Sameindu Statunum, USA. Til støddar er Rhode Island sum Luksemborg í Beneluks. Lutstaturin fevnir um eitt øki á 4,002 km². Rhode Island er eitt heilt lítið stakríki á eysturstrondini í Ný Onglandi við Atlantshav. Tað hevur mark ímóti Massachusetts og Connecticut. Í Rhode Island eru umleið 38 oyggjar; størsta oyggin kallast Aquidneck Island ella "Rhode Island". Aðrir stórar oyggjar eru t.d. Conanicut Island, Block Island, Prudence Island, Goat Island, v.f. Á Aquidneck Island, sum eisini verður nevnt Rhode Island og er 98 ferkilometrar til støddar, búgva 58.000 fólk. Flestu fólkið búgva sosatt ikki á oyggjunum, men í "Providence Plantations" (á meginlandinum m.a. í størstu býurin Providence og økinum rundanum). Staturin er landafrøðiliga býtt í tvey. Meðan eysturparturin av statinum hevur eitt landslag eyðkent við sínum vøkrum strondum, oyggjar og sker, er vesturparturin av Rhode Island mest sum alt skógarlandslag. So lágt er lendið, at hægsti heyggjurin, Jerimoth Hill, er ikki hægri enn 247 m. Oyggjar. Nógvar oyggjar eru í Rhode Island. Summar oyggjarnar eru bara smáir og óbygdir hólmar, aðrar eru stórar og tættbygdir. Aquidneck Island er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin. Býurin Newport liggur við Easton-víkina í syðra parti av Aquidneck-oynni. Oyggin Block Island er hin næststørsta. Høvuðsbýurin á Conanicut eitur Jamestown. Gott buss og ferjusamband er millum oyggjarnar. Sí eisini. * Connecticut. Connecticut (enskt: "State of Connecticut") er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingspartinum av Sambandsríkinum Amerika. Her búgva umleið 3,5 mió. fólk. Connecticut er eitt av minstu stakríkunum í USA og tað næstminsta í Nýonglandi. Einans Rhode Island er minni. Høvuðsstaðurin í Connecticut kallast Hartford og størsti býurin er Bridgeport. Eyknevni er Stjórnarskipansstaturin (enskt: "Constitution State"). Søga. Umleið 1640 komu fyrstu niðursetufólkini til landslutin Connecticut. Hetta vóru fólk, sum vóru flutt úr Bretlandi til USA fyri at finna eitt stað, har tey kundu stovnseta og byggja upp eitt reint kristið samfelag. Í 1788 bleiv Connecticut lutstatur í USA. Í dag búgva 3,4 mió. fólk í Connecticut og átrúnaðarliga myndin er sera sprøklut. Connecticut er eisini eitt av ríkastu stakríkum í USA. Landafrøði. Connecticut er eitt lítið stakríki á eysturstrondini í Ný Onglandi við Atlantshav. Tað hevur mark við Massachusetts í norðri, við Rhode Island í eystri, og við New York í vestri. Í suðri liggur Atlantshavið. Connecticut er eitt av minstu londunum í USA, men har búgva umleið 3,5 mió. fólk. Montana er til dømis meiri enn 10 ferðir so stór sum Connecticut, men har búgva færri fólk (uml. 1 mió.). Fólkatættleikin á 285/km2 er hægri enn í flestu amerikonsku statunum. Tann stóra áin Connecticutá sker stakríkið í tvíningar. Størsta vatnið í Connecticut er í Litchfield- og Fairfield County. Tað verður nevnt Candlewood Lake. Størsti havnabýur er Bridgeport á eysturstrondini við Atlantshav. Hartford er høvuðsstaður og aðrir stórir býir eru New Haven, Stamford, Waterbury, Norwalk, Danbury, New Britain, Greenwich og Bristol. Samlaða støddin er 14,357 km2. Víddin er næstan tann sama sum hjá Montenegro (13,812 km2). Mount Frissell er hægsta fjall í statinum - 725 m. North Carolina. North Carolina (enskt: "State of North Carolina") er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 8 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin kallast Raleigh og størsti býurin er Charlotte. Í 1789 bleiv North Carolina stakríki í USA. Í norðri hevur Norður Carolina mark við Virginia, í suðri við South Carolina og Georgia, og í vestri við Tennessee. Í eystri liggur Atlantshavið. Eyknevni er "Tjørhælstaturin" (enskt: "Tar Heel State"). Upprunaavgerðið av Tar Heel er ókendur. Ein dómari í North Carolina hevur avgjørt at tað ikki bara skal vera loyvt at svørja á Bíbliuna, men eisini á einhvørja aðra átrúnaðarliga bók, í sambandi við rættarmál í North Carolina. Søga. Aftan á amerikanska frælsiskríggið, sum endaði í 1783, visti Norðurcarolina ikki heilt, hvat skuldi henda við tí umráðnum, sum í dag er eystari partur av Tennessee. Hetta skapti spentar støður í umráðnum, tí íbúgvarnir stúrdu fyri, at Norðurcarolina ikki fór at verja tey frá indiánaraálopum. So tann 23. august 1784 loystu tey frá Norðurcarolina og stovnaðu sítt egnu umráði, ið fekk navnið "Frankland". Í 1785 varð umsókn send um at gerast 14. statur í USA. Norðurcarolina var ímóti hesum, men fólkini í Frankland við John Sevier á odda stríddust fyri at fáa viðurkenning frá hinum statunum. Í eini roynd at fáa stuðul frá Benjamin Franklin varð navnið enntá broytt frá Frankland til "Franklin". Benjamin Franklin tók ongantíð undir við hesum nýggja statinum, men sjey aðrir statir góvu sín stuðul til kennar. Hetta var tó ikki nóg mikið til at fáa neyðuga meirilutan at gerast ein nýggjur statur. Til tað kravdist, at tveir triðingar tóku undir við honum. John Sevier helt tó fram við at stýra í “statinum” Franklin. Ein grundlóg varð gjørd, dómstólar settir á stovn, og handilsavtalur vórðu gjørdar við indiánarar á leiðini. Men í 1788 var hóttanin frá indiánarum um at leypa á Franklin størri enn nakrantíð, og eftirsum eingin av grannunum vildi hjálpa, bað Sevier Spania um hjálp. Hetta fall ikki í góða jørð hjá Norðurcarolina, sum handtók John Sevier. Viðhalsfólkini hjá Sevier fingu hann úr fongslinum aftur, og síðani læt Sevier valdið í Franklin upp í hendurnar á Norðurcarolina, sum rak indiánararnar í umráðnum burtur. Upprunafólkið. Í 1711 - Tuscarora-kríggið ímillum niðursetumenn og indiánar í norður-North Carolina. Flogfør. Í 1903 taka brøðurnir Wright seg á flog í North Carolina og eru teir fyrstu, ið flúgva við motorriknum flogfari. Fólk í North Carolina varnast ikki veruliga, hvønn týdning henda stórhending hevur, fyrr enn fyrri heimsbardagi brestur á í Evropa á sumri 1914. Hetta er fyrsta kríggj, har alt fólkið í statinum er partur í krígsførsluni ella krígsframleiðsluni. Politikkur. Staturin Norðurcarolina verður mettur sum ein tann týdningarmesti í amerikanska forsetavalstríðnum. Norðurcarolina er ein av teimum sokallaðu svingstatunum. Tað serstaka við amerikanska valinum er, at tað forsetavalevnið, ið fær flest atkvøður í givna statinum, fær allar valmenninar í tí statinum. Eitt nú vann Barack Obama í 2008 allar atkvøðurnar í statinum, tá hann fekk 49.7% av atkvøðunum, meðan mótstøðumaðurin, John McCain fekk 49.3% av atkvøðunum. Sostatt vann Barack Obama allar atkvøðurnar frá teimum 15 valmonnunum í Norðurcarolina. Í nógvum statum eru republikanararnir ella demokratarnir so dominerandi, at mótstøðufólkini hava givið upp. Stríðið er tí mest í teimum sokallaðu svingstatunum, har tað er meira ella minni javnt millum valevnini. Í statum sum Norðurcarolina og Florida er serliga nógv stríð um atkvøður, tí har leikar sera javnt á, og statirnir hava nógvar valmenn. Størstu býir. Landspartar og býir í Norðurcarolina Keldur. * Makó. Makó er ein lítil býur í Csongrád landslutinum í Ungarn, nærindis Szeged. Grannabýir eru Hódmezővásárhely og Tótkomlós. South Carolina. South Carolina, á føroyskum ofta nevndur Suðurcarolina, (enskt: "State of South Carolina") er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 4,3 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Columbia. Í 1788 bleiv Suðurcarolina lutstatur í USA. Í norðri hevur Suðurcarolina mark við North Carolina og í suðri við Georgia. Í eystri liggur Atlantshavið. Eyknevni er "The Palmetto State" (Palmetto er eitt slag av pálmi). Nikki Haley (fødd 20. januar 1972 í Bamberg, Suðurcarolina) var guvernørur frá 2011 til 2017. Hon umboðaði republikanararnar. Haley er amerikanari, ættað úr India. Søga. Eftir ferðir Kolumbusar til Karibia gjørdu nógvir evropeiskir sjófarar rannsóknarferðir til USA. Teir fóru at leita eftir gulli og øðrum ráevnum og at hyggja eftir londum, har evropearar kundu búseta seg. Í Carolina funnu evropeiskir rannsóknarfarar átuligar fruktir, sum teir ongantíð høvdu sæð fyrr. Tað vóru til dømis chili, mais og kakao. Teir tóku fruktirnar heim aftur við sær til Evropa. Nógvir ævintýrarar fóru eisini til Carolina at leita eftir gulli. Yamaseefólkið loypur á niðursetubygd í Eystur-Suðurcarolina í apríl 1715, og mangir hundrað enskir niðursetumenn verða dripnir. Trælauppreistur skakar Suðurcarolina í 1739. Ídnaður. Ídnaðurin í statinum er fjølbroyttur, og landbúnaðurin er ógvuliga framkomin. Har verður gjørt millum annað flogfør, jarnbreytarvognar, bilar, traktorar og aðrar landbúnaðarmaskinur, alt verður tilvirkað við bestu amboðum og í best hóskandi sniði. Carolinskur varur eru tí nógv eftirspurdar, helst bilarnir og landbúnaðarmaskinurnar eru væl umtókt. Tað eru ofta stór samtøk, sum eiga ídnaðarvirkini, og tey leggja stóran dent á at leggja fremleiðsluna soleiðis til rættis, at tað mest møguliga arbeiðið verður gjørt við maskinum, og tí er talið á arbeiðsfólki ofta lítið. Hesi feløg hava eisini kønar teknikarar og verkfrøðingar at gera royndir til at fáa gjørt fremleiðsluna betri og betri ella at finna tól, sum kunnu spara fólk, og soleiðis gera tað, ið tey fremleiða, bíligari. Politikkur. Við stórum meiriluta hevur amerikanski staturin Suðurcarolina samtykt at strika suðurstatsflaggið av stjórnarbygninginum í juli 2015. Avgerðin varð tikin eftir ein 13 tíma langan fund. Politikararnir hava samtykt eina lóg, sum merkir, at suðurstatsflaggið ikki longur skal veittra yvir stjórnarbygningin í Columbia. Lógin varð samtykt við 94 atkvøðum fyri og 20 ímóti í umboðsmannatinginum. Suðurstatsflaggið, ið stavar frá Amerikanska Borgarakrígnum frá 1861 til 1865, er fyri mong ein ímynd av trælahaldi og rasismu. Størstu býir. Landspartar og býir í Suðurcarolina Keldur. * Mississippi. Staturin Mississippi (enskt: "State of Mississippi") er stakríki í Sameindu Statunum við umleið 3 mió. íbúgvum. Jackson er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Í norðri hevur Mississippi mark við Tennessee, í eystri við Alabama, í suðri og vestri við Louisiana, og í vestri við Arkansas. Í suðri liggur Meksikoflógva. Í 1790 bleiv Mississippi stakríki í USA. Eyknevni er Magnoliastaturin (enskt: "The Magnolia State"). Magnolia er eitt slag av kjarri. Framvegis er Mississippi strálbygt í stórum økjum. Íbúgvatættleikin er 24,5 persónar fyri ferkilometurin (fólkatættleikin í Føroyum er í miðal um leið 35,5 fólk fyri hvønn km2). Jackson er størsti býur í Mississippi, og fyrisitingarligur høvuðsstaður fyri lutstatin. Har búgva fleiri enn 172,000 túsund fólk. Johnny Cash-sangurin “Jackson” snýr seg um henda býin. Gulfport er næststørsti býur. Hann er týdningarmikil havnabýur við uml. 70,000 fólkum. Navnauppruni. Orðið "Mississippi" er antin úr einum ojibwe-indianskum navni Messipi, ið merkir “stór á”, algonkin-indianskt, Missi Sepe, ið merkir “Vatnanna faðir” ella chippewa-indianskt, Mici Zipi, ið merkir “Tann Stóra Áin.” Landafrøði. a> og áirnar, ið renna í hana, eins og mýrar og vøtn, eru ovurstórt feskvatnsøki. Tað mesta av Mississippi - uml. 65 % - er skógarlendi. Í Mississippi eru nógvar áir. Á vestursíðuni er fyri tað mesta slættlendi, og har eru fleiri góðar havnir. Nógvastaðni eru stór slættlendi við sera fruktagóðari jørð. Sandur, móra og leirur, sum áirnar bera við sær, gera, at áarlendið er avbera fruktagott og hóskar væl til m.a. grønmetisdyrkan. Har jørðin er kargari, verður velt nøkur ár, og so liggur hon sum opinekra, til hon er vorðin fruktagóð aftur natúrliga. Nakrar av longstu áum í Mississippi eru Mississippi River, Pearl River, Pascagoula River og Tombigbee River. Áin Mississippi River, sum er mark millum Mississippi og Louisiana og Arkansas, er ein tann størsta og longsta áin í Amerika. Stóru áirnar og mýrarnar eru tilhaldsstaður hjá nógvum djóra- og plantumeingi. Meginparturin av Suðurmississippi eru Mississippi River-oyrarnar. Suður móti Meksikoflógvin er ógvuliga heitt. Biloxi er ein av stóru havnabýunum í Suðurmississippi. Søga. Fyrstu evropeisku niðursetumenninir í Mississippi gróvu í analoysi út mest sum allar gravheyggjar í Mississippi og beindu fyri týdningarmiklum prógvum, sum søgdu frá hvat var í teimum, og hvussu teir vórðu gjørdir. Størstu býir. Landaøki og býir í Mississippi Louisiana. Staturin Louisiana (enskt: "State of Louisiana", franskt: "État de Louisiane") er ein statur í Sameindu Statunum í Amerika við umleið 4,5 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin kallast Baton Rouge og størsti býurin er New Orleans. Í 1812 bleiv Louisiana lutstatur í USA. Í norðri hevur Louisiana mark við Arkansas, í eystri við Mississippi, og vestri við Texas. Í suðri liggur Meksikoflógvin. Eyknevni er "Bayou State". Bayou er eitt slag av streymi ella mýri. Orðið kemur úr Choctaw "bajuk". Almennu málini eru tvey í tali, franskt og enskt. John Bel Edwards (D) er guvernørur. Íbúgvafrøði. Fólkið er av blandaðum uppruna, úr næstan øllum heiminum. Í Fronskum Louisiana í Suðurlouisiana býr ein stórur bólkur, sum er ættaður úr Quebec í Kanada (ið áður hoyrdi til Frakland sum partur av hjálandinum Fronskum Kanada). Hetta fólkið verður kallað Cajun. Teir tala egið mál, kreolfranskt; 200.000 fólk ella umleið fimm % av fólkinum í Louisiana tosa franskt. Cajun-franskt er eitt ríkt mentanarmál við stórum og týdningarmiklum verkum innan bókmentir, mati, list og tónleiki. Tey flestu eru fiski- ella veiðifólk. Cajun-franskur matur er fyri tað mesta matur av krabbadjórum. Djúpt inni í skógini eru nógv krabbadjór; serstakliga eru nógvar rækjur, krabbagággur og hummarar, har slagið crawfish (Astacoidea) er hitt mest vanliga. Jambalaya er kreolfranskur matur, ið er blandað saman av fiski, rækjum og rísi. Cajun-tónleikur er eitt slag av fronskum-amerikonskum tónleiki, ið byrjaði seint í 18. øld og tíðliga í 19. øld. Ljóðførini eru oftast violin, banjo, gittari og mandolin. Sangurin “Alligator Man" er eitt dømi um cajuntónleikin hjá Jimmy C. Newman. Upprunafólkið í Louisiana eru indianarar. Á láglendinum búðu teir í smáum bygdum og leitaðu eftir mati t.d. í skógunum. Upprunafólkið, indianararnir, telur nú bert 1 prosent av íbúgvatalinum. Landafrøði. Fram við strondini eru stór øki við mýrilendi. Mýrilendi, vanliga nevnt "bayou", fevnir um umleið 50 % av landaøkinum. Umleið 40-45 % av mýrilendinum í USA er í Louisiana; í Suðurlouisiana eru stórar mýrar, sum kunnu vera avvaksnar við tættum skógi. Eystanfyri vátlendið byrjar hin stóra Mississippi River-oyrin. Tá ið Mississippiáin er komin út ímóti Meksikoflógvan, hevur hon stórar mongdir av leiri og sandi við sær. Gruggið leggur hon í áarmunnan, og um ikki streymur ber tað út í Atlantshavið, verður tað liggjandi og hópast upp, til áin er komin í typpi. Tá ið áin er typt, loypir hon út um alla oyrina. Hvørt lopið verður stór á, sum aftur leggur grugg fyri munnan og typpist. Soleiðis veksur Mississippi River-oyrin út í havið. Mississippi River-oyrin er væl størri enn allar Føroyar - 12,000 km2. Mississippi River-oyrin er nógvastaðni avvaksin við kjarri av takrørum og sevi. Í oyrini eru tjarnir, vøtn og hólmar. Hólmarnir eru vaksnir við høgum plantum, undir teimum yður av ymiskum fiskum, og kring teir eitt ótal av ymiskum fuglum. Har eru m.a. pelikanar, sum eiga millum sevini á oyrini. Á oyrini búgva ikki nógv fólk, men tey, sum búgva har, liva av fiskiskapi ella fuglaveiði. Við jøvnum millumbilum eru tropiskar ódnir í landsynningspartinum í USA. Í august 2005 gjørdi Ódnin Katrina stóran skaða, serliga í Louisiana. Um leið 1500 fólk lótu lív í ódnini, og líka so nógv afturat doyðu av fylgjunum av henni. Ódnin Katrina gjørdi skaða fyri 600 milliardir krónur. Í 2015 eru tíggju ár síðani Ódnin Katarina oyðilegði stórar partar av søguliga jazz-tónleikabýnum New Orleans í Suður-Louisiana. Búskapur. Skipasmiðjurnar eru nógvar. Handilin er so ovurhonds stórur, og hetta hevur gjørt, at Louisiana nú eigur millum tann størsta skipaflota í USA. Mong túsund fólk starva eisini í oljuvinnuni. Nýtslan av reinolju og bensini og øðrum, sum gjørt verður úr jarðolju, veksur í hvørjum, og tí noyðast tey stóru oljufeløgini í Louisiana at vaksa um oljureinsiverkini í heilum. Fiskiskapur er eisini týdningarmikil vinna. Politikkur. Louisiana hevur eina av linastu vápnalóggávuna í USA. Í Louisiana krevst einki loyvi fyri at keypa skotvápn. Vápnið verður ikki skrásett, og tað kann berast opið á støðum. Djóra- og plantulív. Her halda m.a. fuglar, fiskar og skjaldbøkur til. Amerikanski alligatorurin livir eisini í mýrunum í Louisiana. Tjarnir, vøtn, blotar, áir og mýrar eru vátlendi í Louisiana, har mong dýr og mangir vøkstur eru. Alligatorur, froskar, bisamrottur, paddur, skjaldbøkur, fiskar og óteljandi plantur eru í Louisiana. Í blotum og mýrum broytist vatnnøgdin alt eftir veðrinum. Um summarið torna stór lendi, og um veturin stendur alt undir í vatni. Vanligastu vøkstirnir á vátlendi í Louisiana eru sev, vatnsarvi, tjarnaks, svanagras, stør, ymisk steinbrot, dúnurt og ymisk grøs. Á vátlendi vaksa eisini mangrovutrø. Mangrova er serligur viðarvøkstur í mórutum, tropiskum mýrum. Summi mangrovutrø vaksa í vatni, onnur vaksa í sjógvi fram við landi og í áarósum. Hesin vøkstur ger, at móran ella moldin verður ikki skolað burtur. Fræini spira á trøunum, so tá ið tey detta niður í móruna, spira tey og festa røtur beinanvegin, so tey skola ikki burtur. Pílur og onnur smærri trø, ið tola móru, vaksa sumstaðni við vøtn í mýrum. Landbúnaðurin og ídnaðurin hótta nógv vátlendisdýr og plantur. Grái pelikanurin er nú t.d. sjáldsamir, tí búøki teirra eru oyðiløgd. Pelikanurin er eisini nýttur sum mynd á flagginum. Hesir fuglarnir, ið serliga taka fisk, eiga á vátlendi í Suðurlouisiana, har trupult er at koma at. Summi sløg gera sær reiður á sløttum, summi eiga uppi í trøunum. Flestu slangur bæði kliva og svimja væl og skríða lættliga ígjøgnum mýrilendið eftir fongi. T.d. hevur eisini norðuramerikanska vatnmokkasinin eitrandi bit. Tær stóru, norðuramerikonsku mýriharurnar duga bæði at kava og at svimja. Tær spila tærnar út og sparka aftureftir við beinunum, so tær sleppa skjótt undan ránsdýrum. Tær liva av vatnsplantum, grasi og øðrum vøkstri. Oregon. Oregon (enskt: "State of Oregon") er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 3,8 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin kallast Salem og størsti býurin er Portland. Í 1859 bleiv Oregon stakríki í USA. Í norðri hevur Oregon mark við Washington, í eystri við Idaho, og í suðri við Nevada og Kalifornia. Í vestri liggur Kyrrahavið. Eyknevni er Bævurstaturin (enskt: "Beaver State"). 

Eitt týdningarmikið náttúrutilfeingi er teir stóru skógirnir. Í skóginum vaksa nógv virðismikil sløg av viði. Vakra landslagið við høgum fjøllum, vøtnum og skógum dregur mong ferðafólk. Hesin partur av landinum er albeittur av tjúkkum skógi. Skógi er nógv til av í Oregon, 48 % av statinum, rokna teir við. Skógirnir eru vakrir, og viðurin verður brúktur í amerikanska byggiídnaðinum. Søga. Nez perce-indianararnir hildu til í tí, sum nú er staturin Oregon. Nez perce-indianararnir vórðu kendir, tí teir áttu sín víðagitna høvding, Joseph. Hesir indianararnir, nez perce, við Joseph høvdingi á odda, vóru komnir í ta vanligu, væl kendu støðuna at skula flyta í reservat. Teir høvdu í samráði við og við tilráðing frá eitt nú Joseph tikið ímóti einum reservati. Grundin til, at teir høvdu gjørt tað, var, at teir høvdu ongan livandi kjans at seta seg upp ímóti tí hvíta manninum. Fyri tað fyrsta, tí teir vóru so fáir afturímóti teimum hvítu. Fyri tað annað, tí teir høvdu ikki somu krígsútgerð til at berjast ímóti teimum hvítu við. Sum so mangan fyrr var støðan nú tann, at tað var ov lítið hjá tí hvíta manninum bara at hava fingið eitt petti burtur av føðilandinum hjá Joseph. Teir vildu hava alt. Tá søgdu Joseph og hansara menn korta nei. Og bardagi stóðst av tí. Yvirvaldið hjá teimum hvítu var so vónleysa stórt, at indianararnir komu ásamt um, at teir máttu royna at rýma, og teir avráddu so, at teir skuldu taka seg aftur norður ímóti Kanada. Indianararnir gjørdu so tað, at teir tóku seg aftur, men tað var ikki uttan bardaga. Teir hvítu bjóðaðu Joseph, at hann skuldi geva seg yvir, og tað skuldi vera heiðurligt. Hann gav seg yvir, tí at krøvini vóru sámilig, treytirnar vóru í lagi. Men í somu løtu, hann hevði lagt vápnini, og hansara menn við konum og børnum vórðu tiknir fangar, varð lyftið brotið, og Joseph og alt hansara fólk vórðu send til Oklahoma, til "The Indian Territory", har teir hvítu royndu at savna allar indianarar á einum staði. Har doyðu teir flestu av teimum, tí teir toldu ikki veðurlagið. Teir vóru fjallafólk, ið vóru von við skógarlendið uppi á háslættunum og uppi í fjøllunum í Oregon. Tey komu oman í hetta heita láglendið, sum Oklahoma er, og tað kláraðu tey ikki. Landafrøði. Skógarlendi fevna um umleið 48 % av landaøki í Oregon. Stórir partar av bæði Oregon og Washington hoyra til nálaskógarøkið í USA. Í nálaskógarøkinum hevur skógarvinnan nógv at siga. Úr skógunum fæst ikki bara timbur, men eisini rávøra til pappírsídnaðin. Slakur helmingur av statinum er skógarlendi og skógur. Av skógarlendi eru uml. 95 % náttúruskógir, og hin parturin eru gróðursett øki. Í skógarbrúki verða tey feld, tá tey ikki vaksa meira, og nýtt til m.a. pappír. Samstundis verður minst eitt nýtt træ gróðursett. Fyrr í tíðini floyttu tey timbrið oman eftir áunum til pappírsídnað og sagverk. Nú verður tað einamest flutt við lastbilum. Teir størstu skógirnir eru í Vestur-Oregon. Men stakríkið er so stórt og oyðið, at tað er torført at flyta timbur og maskinur hagar, sum tað skal brúkast. Tí eru stór øki, ið framvegis eru órørd av mannahond. Kendastu skógirnir eru Willamette, Deschutes, Malheur og Umatilla. Summstaðni reisa hvassar røðir seg við høgum kavataktum tindum. Hægstu tindarnir eru Mount Hood 3429 m., Mount Jefferson 3199 m. og South Sister 3157 m. 

Frálíka natúrvakurt er á fjøllunum, og nøgd av fólki, bæði úr Oregon og aðrastaðni, fer hagar til stuttleika. Fram við vesturstrondini er veðurlagið ikki so ólíkt tí í Føroyum, kortini er tað ikki so skiftandi sum her. Vetrarnir eru oftast heldur lýggir, og mesta avfallið fellur niður sum regn. Politikkur. Her ber til at fáa aktiva deyðshjálp. Lógin um aktiva deyðshjálp, eutanasi, varð sett í gildi í 1994. Tey seinastu 30 árini er eingin dømdur til deyða í Oregon, og hóast umleið 40 deyðadømd fólk sita í fongsli har, er eingin deyðadómur fullførdur síðani 1997. Washington. Washington (enskt: "State of Washington") er eitt stakríki í útnyrðingspartinum í Sambandsríkinum Amerika. Her búgva umleið 6,7 mió. fólk. Olympia er høvuðsstaðurin og Seattle er størsti býurin. Í 1889 bleiv Washington stakríki í USA. Í norðri hevur Washington mark við Kanada (landslutur: British Columbia), í eystri við Idaho, og í suðri við Oregon. Í vestri liggur Kyrrahavið. Eyknevni er Hin Veturgrønstaturin (enskt: "The Evergreen State"). Ein heitur streymur, sum kemur frá Ásia, ger, at vetrarnir her verða lýggir. Sumrini eru eisini oftast góð, men um heystarnar regnar ógvuliga illa, og ofta liggur skadda á fjøllunum. Indianarar. a>, Chief Seattle, er ein anglofisering av Si'ahl, eisini Seathle, Seeahth ella Sealth. Seattle livdi frá 1780-1866 og var høvdingur hjá Duwamish-fólkinum. Høvuðsstaðurin Seattle er uppkallaður eftir tí mæta høvdinginum Seattle (1780-1866). Seattle var av sequami-fólkinum, sum búði á strandarleiðunum í norðurvestara parti av USA. Høvdingurin dugdi ikki at síggja nakra aðra gongda leið hjá indianarunum enn at liva saman við tí hvíta manninum. Seattle gav seg undir yvirvaldið hjá stjórnini í Washington DC. Sum byrjan til sáttmálatingingarnar við USA helt hann røðu fyri Isaac Stevens, guverøri, og hetta er røðan, ið verður rópt talan hjá Seattle høvdingi. Isaac Ingalls Stevens (1818-62) var fyrsti guvernørur í statinum. Hann hevði sæti í Kongressini í samveldishøvuðsstaðnum Washington og var brigadugeneralur í samveldisherinum hjá norðurstatunum í borgarakrígnum (1861-65), til hann fall í slagnum í Chantilly í Virginia 1. sept. í 1862. Seattle var tiltikin fyri sínar talugávurm. Tá ið hann helt sína víðagitnu talu, skal hann hava lagt hondina á høvdið á guvernørinum. Tað vóru nógvir samskiftistrupulleikar við hetta høvið. Hjástaddir vóru nógvir tjóðflokkar, ið talaðu sera ymisk mál, so talan hjá guvernørinum Stevens varð fyrst týdd til tað pidginmálið, blendingsmálið, ið hevði ment seg við sambandinum við teir hvítu. Málið var rópt chinookjargon, ið var ein blanding av chinook, fronskum og eingilskum. Síðan umsettu onnur tað til tey ymisku indiansku málini. Tá ið indianarnir talaðu, gekk tilgongdin hinvegin. Tað verður hildið vera ósannlíkt, at Seattle fór at tala chinookjargon. Hansara egna mál var lushootseed. Ein hvítur, ið var til staðar, 34 ára gamli Dr. Henry Smith, skrivaði upp, men hvat hann skrivaði, er ikki heilt greitt. Sjálvur segði hann, at tað, hann skrivaði, var “bara eitt brot úr taluni hjá Seattle.” Dr. Smith var kongressmaður, lækni, skald og niðursetumaður í býnum Seattle, WA. Dr. Henry A. Smith skrivaði nakrar greinar og yrkingar, men endurgevingin hjá honum av taluni hjá Seattle høvdingi varð ikki kunngjørd fyrr enn 34 ár eftir. Heystið 1887 stóð talan endurgivin í eini greinarøð, sum hann skrivaði fyri "Seattle Sunday Star" um niðursetutíðina. Tey næstu mongu árini varð talan løgd út og tulkað meira ella minni sum best bar til. Í kreppuárunum í 1930-unum varð hon givin út við ábendingum um at skula profetera um eitt komandi sosialt skrædl. Í Seinna heimskríggi varð Seattle lýstur sum eitt slag av einum pasifisti. Í 1960-unum varð hann lýstur sum týðandi katolikkur. Søgur gingu m.a. um, at katolikkar høvdu doypt Seattle uml. 1830, men í taluni bendir einki á, at tað hevði nakað serligt upp á seg. Landafrøði. Í norðurvesturhorninum av USA liggur staturin Washington. Høvuðsstaðurin í hesum statinum eitur Seattle. Har er ein strandarleið, sum er einar 253 kilometrar long. Tað er ein long strond. Har gongur ein smalur strandargeiri millum fjøllini og havið, sum nettupp har ganga rætt suður og norður, og sum hava verið ein forðing fyri sambandinum inn í landið. Tað er helst grundin til, at ein serstakur liviháttur tók seg upp júst í tí smala strandargeiranum, ið strekti seg frá tí norðara Kalifornia allan vegin norður gjøgnum Oregon og Washington og kanadiska landspartin, British Columbia, til tað sunnasta Alaska. Nógvar oyggjar liggja fram við strondini úr Washington til kanadiska markið. Hetta er tað, vit kunnu rópa ein skergarður úti fyri strondini, nakað norður við kanadastrondini. Eitt land, ið kann berast saman við Noreg, hvat náttúru viðvíkir. Tey høgu fjøllini vóru ring at fara um. Tey stóðu sum ein múrur, og tí var støðan tann heilt serliga, at tey fólkini, sum búðu í geiranum millum hesi høgu fjøll og Kyrrahavið, vóru at kalla óávirkað av allari aðrari mentan í Norður-Amerika. Fjøllini, ið næstan randa Kyrrahavið vestan fyri Rocky Mountains, eru ávikavist Cascade Mountains og Coast Range. Undir einum eita hesi fjøllini Cordillerurnar, ið er spanska heildarnavnið, "Cordillas", fyri tey øll. Skogbrúk. Stórir skógir vaksa ymsastaðni, og hópur av viði verður útfluttur. Só nógvur skógur veksur í Washington, at hann er 3/5 av allari víddini, tað mesta er nálaskógur. Í skógunum búgva mest veiðimenn, og kann tað vera ógvuliga langt millum teirra. Summir av veiðimonnunum eru eisini indiánar. Dýrum er nógv av. Har eru til dømis márar, bisamrottur, geypur, elgsdýr, bjarnir, bævrar, hjørtir, o.o. Í skóginum búgva eisini viðahøggarar, og so nógvur viður verður høgdur, at einki stat í USA flytur slíka nøgd av timbri út sum Washington. Nógv av viðinum verður málið til sellulosu og pappír. 1000 t. av pappíri gera tey størstu virkini um dagin. Við hvørt kann tað henda, at eldur kemur í skógin, og tá kann brenna í fleiri dagar. Av slíkum eldi stendst ofta øgiligur skaði, og bæði í Oregon og Washington verður nógv gjørt fyri at fáa fólk, sum ferðast á skóginum, at ansa væl eftir eldi. Teir hava eisini bygt vakttorn í skóginum, har menn sita og boða frá, tá ið eldur er íkomin. Summastaðni nýta teir flogfør. Menn standa so altíð til reiðar at fara at sløkkja, og tá ið boðini koma, halda teir avstað, og vegurin er langur og ringt at koma fram, verður farið við flogfari, og so mugu sløkkingarmenninir fara niður frá flogfarinum í fallskíggja. World of Warcraft. World of Warcraft er eitt telduspæl, sum fyrigongur online á ambætarum. Har hittast fleiri milliónir fólk. Fleiri kennast heilt væl og fylgjast í ættum (klanum). World of Warcraft hevur verið ein sonn peningamaskina hjá felagnum Blizzard. Yvir 10 milliónir brúkarar gjalda fyri at vera við í hesum spæli, sum verður spælt umvegis alnetið. Tað skuldi upprunaliga vera ókeypis, men so varð ikki. T.e., at tey einans skuldu keypa fløguna, og so var frítt at spæla á alnetinum. Eftir kanningum á marknaðinum kom Blizzard fram til, at tað ikki loysti seg fíggjarliga at lata brúkarar spæla ókeypis. Telduspøl. Telduspøl ella Telduspæl er spæl spælt í teldu. Til dømis ævintýrspæl, talv o.a. Tá ið tú spælir við teldu, nýtir tú knappaborð ella hald, tey nevna stýripinn. Tú spælir annaðhvørt við telduna ella saman við onkrum øðrum. Ein svensk kanning vísti at ungir telduspælarar drukku minni enn onnur ung. Hartil vóru tey minni stressaði, og gjørdu faktiskt líka nógvan ítrótt sum restin. Dýrastu spølini. Digital Battle hevur gjørt ein lista yvir tíggju tey dýrastu spølini vit vita um. Tryggingarfelagið Føroyar. Tryggingarfelagið Føroyar ella TF er felag, ið rekur tryggingarvirksemi í Føroyum. Ofta millum manna kallað "Tryggingin". Forstjóri í felagnum er Regin Hammer. Í dag starvast umleið 110 fólk á TF. Høvðusskrivstovan hjá felagnum er á Kongabrúnni í Havn. Umframt høvuðsskrivstovuna hevur TF deildir í Sandavági, Saltangará, Klaksvík og á Tvøroyri. Søga. Tryggingarfelagið Føroyar (TF) varð stovnað í 1940 og kallaðist tá "Tryggingarsambandið Føroyar". Áðrenn 1940 vóru tað serliga donsk tryggingarfeløg og onnur tryggingarumboð uttanlands, ið høvdu tryggingar í Føroyum. Sambandið við hesa partar varð kvett við byrjan av seinna heimsbardaga og førdi tað til, at Tryggingarsambandið Føroyar varð sett á stovn. Hetta hendi við eini bráðfeingis kunngerð frá 17. juni 1940 og fór at virka 1. juli 1940. Tryggingarsambandið varð skipað sum eitt sínámillum tryggingarsamtak, ið fekk einkarrætt til trygging av føroyskum ognum ella øðrum virðum, tó lívstrygging undantikin. Feløgini Føroya Vanlukkutrygging, Føroya Brunatrygging og Krígstryggingin fyri føroysk fiskifør vóru tikin við í "nýggja" samtakið. Tó vóru onnur feløg, ið fingust við tryggingarvirksemi (t.d. Føroya Samvirkandi Sjótryggingarfelag, Suderø gensidige Forsikringsforening for Motor både til Fiskeribrug og f Trygd), ið ikki fingu loyvi at tekna nýggjar tryggingar aftan á 1. januar 1943. Í 1997 varð einkarrætturin hjá Tryggingarsambandinum at tekna tryggingar avtikin. Hetta hevði við sær, at Tryggingarsambandið skuldi kappast við onnur tryggingarfeløg. Framvegis var ikki loyvi hjá útlendskum tryggingarfeløgum at tekna tryggingar í Føroyum. Í 1998 valdu deildirnar í Tryggingarsambandinum at leggja saman í eitt sínámillum felag. Felagið skifti tí navn til Tryggingarfelagið Føroyar S/F. 1. juli 2003 varð bygnaðurin aftur broyttur, soleiðis at sínámillumfelagið Tryggingarfelagið Føroyar varð broytt til eitt samtak. Tryggingarvirksemið varð skilt út í partafelagið Tryggingarfelagið Føroyar P/F, ið er eitt dótturfelag hjá TF Holding P/F. Í 2007 stovnaði TF eitt pensjóns- og lívstryggingarfelag, ið verður nevnt Betri pensjón. Í apríl 2011 keypti TF Holding 70% av føroyska partinum av Eik Banka frá Finansiel Stabilitet. Eik Banki var komin í fíggjarligar trupulleikar av fíggjarkreppuni, sum herjaði frá heystinum 2008. Tað var serliga tann danski parturin av Eik Banka, sum var skyldin í fallinum av Eik Banka. Hini 30% av Eik Banka eigur Finansiel Stabilitet enn. Trygging. Trygging er ein skipan, sum skal skapa eina fíggjarliga trygd móti vandum og óvissum, sum kunnu henda øllum. Eingin kann kenna allar teir vandar, ið raka kunnu hin einstaka. Til ber at tryggja seg móti einum ella øllum. Trygging er tí í sínum uppruna ein skipan, har fleiri einstaklingar, sum eru útsettir fyri sama vanda, taka seg saman í bólk til tess at tryggja missin, ið ein ella fleiri av hesum einstaklingunum kann vera út fyri. Trygging er ein elligomul skipan. Handilsmenn í Babylon høvdu tryggingar longu millum ár 4000 og 3000 f. Kr. Heimsins elsta varðveitta lógsavn "Hammurapis Lóg" frá umleið ár 2000 f. Kr. hevur reglur um trygging av kamelfylgjum um oyðimerkurnar. Í dag eru tað serliga privat feløg, ið taka sær av at bjóða sínum kundum tryggingar. Í Føroyum er best kendu tryggingarfeløgini Tryggingarfelagið Føroyar, Trygd og Føroya Lívstrygging. Phoenix. Phoenix er fimtstørsti býur í USA við umleið 1,66 mió. íbúgvum (2018). Phoenix er eisini høvuðsstaður og størsti býurin í Arizona. Eyknevni er Sòlinsdalur (ella á enskum: "Valley of the Sun"). Umleið 65 % av fólkinum í Arizona búgva í Phoenix ella tætt við býin. Í Phoenix og økinum rundanum búgva 4,17 millionar fólk (2007). Borgmeistari er Phil Gordon (D). Phoenix er ímillum teir býir í USA, sum vaksa skjótast, hóast hann er mítt í oyðimørkini. Fólkavøksturin frá 1960 til 1990 var heili 300 prosent. Ein av atvoldunum til, at Coloradoá er byrgd og ikki longur rennur í havið, er nógva vatnnýtslan í Phoenix. Saltonvatn. Saltonvatn (enskt: "Salton Sea") er eitt vatn har suðuri í Kalifornia í USA, ikki so langt frá Palm Springs. Økið var kent sum Rivieran í Kalifornia, men verður í dag mett sum ein av ringastu umhvørvisvanlukkunum í USA. Ein stinkandi, saltur støðuhylur, sum hvørt ár er fullur av deyðum fiski og fugli. Vatnið kom í av óvart í 1905 í sambandi við at vatnveiting varð gjørd til landbúnaðin, og í 1950-árunum sveimaðu tey ungu og vøkru um vatnið Salton Sea. Men so komu melduródnir og vatnflóðir, sum gjørdu av við lívið í vatninum, og nú heldur ongin nógv um tað. Onkur roynir tó enn at fáa lív í aftur. South Park. South Park er ein amerikonsk kult sjónvarpsteknirøð. South Park, sum snýr seg um fýra smádreingir í býnum av sama navni í Colorado, hevur skapt stóra øsing líka síðani røðin byrjaði í 1997. Men, sum so ofta er støðan við øsandi tilfari, hevur hetta skapt ein stóran skara av kult fjepparum. Teir báðir menninir handan South Park, Matt Stone og Trey Parker eru kendir fyri at arbeiða við ymisku pørtunum heilt til freistina soleiðis, at teir fáa tikið nýggjastu samfelagsmenningina við. Tey fyrstu fimm árini, varð Kenny, ein av høvuðspersónunum, dripin á mangar ymsar groteskar hættir – og altíð við útsøgnini "Oh my God, they killed Kenny!" í kjalarvørrinum. Men so aftan á fimm ár, máttu Trey Parker og Matt Stone gera ein nýggjan persón, tí teir høvdu ikki fleiri hugskot til, hvussu Kenny skuldi doyggja. Teir manglaðu kreativa inspiratión. Hóast hyggjararnir verða noyddir at síggja tríggjar lýsingar í hvørjum parti, so man tað óivað koma væl við, at søgan um lívið hjá teimum fýra dreingjunum nú verður tøk á netinum – fullkomiliga ókeypis og lógligt. Tað er almenna heimasíðan hjá South Park røðini, ið hevur gjørt partarnar tøkar fyri øll at heinta. Heimasíðan er. South Park hevur gjørt gjøldur úr jødum, katolikkum, mormonum, gudloysingum og nógvum, nógvum øðrum. Aldursmark. Stóra Bretland - 15 ár Philadelphia. Philadelphia er stórbýur í amerikanska stakríkinum Pennsylvania. Býurin liggur tætt við amerikonsku eysturstrondina. Við umleið 1,4 mió. íbúgvum er Philadelphia størsti býurin í stakríkinum og sættstørsti býur í USA. Áin Delaware rennur tætt framvið býnum. Søga. Enski kvekarin William Penn setti býin á stovn í 1682. Philadelphia var fyrsti høvuðsstaðurin í USA: 5. september 1774 til 24. oktober 1774). Amerikanska Frælsisyvirlýsingin varð samtykt 4. juli 1776 í Philadelphia. E Elski Førjar. E ELSKI FØRJAR er ein skemtisending, ið varð send í 6 pørtum í Kringvarpi Føroya. Í røðini verður hugt at Føroyum og føroyingum úr einum nakað øðrvísi, og kanska eitt sindur meira skemtiligum sjónarhorni enn vanligt. Her møta vit tjóðskaparmanninum Haraldi, konuni Pernille og dóttrini Søs, sum øll búgva í Keypmannahavn. Her er tann illi Sofus, tann einsami Niels, tann samkyndi Kjartan, tey lekru Remi og Rosely, teir smørtu reportararnir Olgar og Randi – og mong, mong onnur. Tað er Sjúrður Skaale, sum hevur lagt sendirøðina til rættis. Fartelefon. Her sæst hvussu fartelefonir hava broytt stødd og snið seinastu árini. Allar fartelefonir hava eitt simkort, sum inniheldur upplýsingar um fartelefonnummar og annað. Uttan simkortið virkar fartelefonin ikki. Ein fartelefon er ein tráðleys telefon at hava hjá sær, bæði heima og tá ein fer út ella at ferðast. Umframt tær vanligu funktiónirnar, ið ein vanlig telefon hevur, kann ein fartelefon eisini senda eini sms-boð til eina aðra fartelefon. Summar fartelefonir kunnu taka myndir og video, spæla tónleik við mp3-fílu, spæla útvarp og mangt annað. Menningin av fartelefonum hendir sera skjótt, og nú er eitt nýtt slag av fartelefonum, sum á enskum verða nevndar smartphones. Hesar eru sum ein lítil útgáva av einari teldu, tær kunnu senda teldupost, hava ofta okkurt slag av brovsara, kunnu taka myndir og video. Tær fyrstu fartelefonirnar vóru sera stórar í mun til tær nýggjaru útgávurnar. Nú fær man tær í nógv minni støddum enn í fyrstani. Fartelefonir hava eitt battarí, sum av og á skal løðast. Til hvørja fartelefon hoyrir ein løðara, sum skal setast til vanligan streym, og so verður battaríið løtt av nýggjum. Tá fartelefonin er nøkur ára gomul heldur battaríið ofta uppat at virka og má skiftast út. Tað er ymiskt hvussu leingi eitt battarí varðir. Allar fartelefonir hava eitt simkort, sum inniheldur upplýsingar sum fartelefonin hevur brúk fyri, m.a. fartelefonnummarið. Ein fartelefon kann hava fast hald ella leyst hald. Tá ein hevur fast hald, so verður goldin ein ávís upphædd um mánaðin til ein ávísan veitara, í Føroyum kann veitarin t.d. vera Føroya Tele ella Vodafone. Um ein hevur leyst hald, so kunnu pengar fyllast á fartelefonina antin við at keypa umvegis internetið ella við at keypa eitt kort frá einum handli, har eitt ávíst loynital stendur, sum so skal tastast inn á telefonina. Tað finnast fleiri ymiskar fyritøkur, sum framleiða og menna fartelefonir. Nakrar av teimum mest kendur fyritøkunum eru: Nokia, iPhone (Apple), Samsung, LG, Apple, Sony Ericsson, Motorola, RIM, HTC og Huawei. Nokia er ein finsk fyritøka, og hon hevur havt størsta partin av marknaðinum seinastu árini. Størsti kappingarneytin hjá Nokia er Samsung, sum er ein fyritøka úr Suðurkorea. Søga. Fyrsta fartelefonin úr 1973 var 23 cm høg og vigaði meira enn eitt kg. Um tú løddi hana í 10 tímar, bar til at tosa í 20 minuttir. Henda fyrsta fartelefonin var ein Motorola DynaTAC. Martin Cooper tók eina tílíka telefon við sær út á Manhattan 3. apríl í 1973 og ringdi til Joel Engels, sum var høvuðsverkfrøðingur í felagnum Bell Labs, sum tá var argasti kappingarneyti hjá Motorola. Soleiðis kundi hann staðfesta sum stjóri í fyritøkuni, at Motorola hevði vunnið kappingina um at verða fyrst við fartelefonini. Frískúlin í Tórshavn. Frískúlin í Havn læt dyrnar upp í august 2007. Skúlin liggur á Velbastað og er grundaður á námsfrøðiligar áskoðanir. San Diego. San Diego er áttandi størsti býur í USA. Býurin liggur í statinum Kalifornia, har hann er triðstørsti býur. Sálmabók Føroya Kirkju. Sálmabók Føroya Kirkju er sálmabókin, ið nýtt verður í føroysku fólkakirkjuni. Venesia. Vatnvegur í Venesia. Venesia er viðgitin fyri sínar vatnvegir. Venesia (italskt: "Venezia"; venesianskt: "Venes(s)ia"; enskt: "Venice"; danskt, svenskt og týskt: "Venedig") er ein býur í Italia. Venesia er sunnanfyri Alpurnar á einum stórum graslendi í Norðuritalia, og hevur umleið 259 263 íbúgvar (2012). Gamli havnarbýurin er ein av heimsins vakrastu býum. Í honum eru, sum í øðrum italskum býum, nógvir gamlir og vakrir bygningar. Venesia er bygdur á 118 smáar oyggjar í einum vatni, sum var skylt frá Adriahavinum við Lido. Í býnum eru 150 veitir, og einar 400 brýr eru um tær. Gamli, venesiski róðrarbáturin, "gondolin", verður enn nýttur. Windsurfing. Windsurfing er ítrótt, sum verður íðkað við einum surfbretti og eini mastur við segli. Í 1978 plagdi Andrias Samuelsen úr Søldarfirði at windsurfa á Skálafjørðinum. Surfing. Surfing er ítróttur, har staðið verður á eini brimfjøl í sjónum, meðan ein brúkar orkuna í aldunum til at flyta seg við, ofta við rúkandi ferð. Surfing (fleiri týdningar). Surfing er ítrótt, har man stendur á einum surfbretti í sjónum. Fleiri sløg av surfing eru, m.a. Minneapolis. Minneapolis er størsti býur í Minnesota, USA og er tvíburi staður við Saint Paul. Orðið Minneapolis kemur úr Dakota "mni" (vatn) og grikskt "polis" (staður). Minneapolis er ein nýmótans amerikanskur býur. Sum miðdepil í einum stórum landbúnaðarøki er Minneapolis týðandi handilsbýur. Upprunaliga var Minneapolis tveir býir - Minneapolis og Saint Paul, - sum eru samanvaksnir. Eitt fleirtal av teim fyrstu niðursetufólkunum her komu úr Skandinavia. Minneapolis er tað økið í USA, har muslimar eru flestir í tali. Saint Paul. Saint Paul (ella St. Paul) er høvuðsstaður Minnesotas og er næststørsti býurin. Hann er eisini tvíburi staður við Minneapolis. Hann hevur umleið 287 túsund íbugvar. Burkina Faso. Burkina Faso (áður nevnt Ovara Volta) er eitt land í Vesturafrika við umleið 16,7 mió. íbugvar. Høvuðsstaðurin er Ougadougou. Í norðri hevur hann mark við Mali og Niger, í eystri við Benin, í suðri við Gana og Fílabeinsstrondin, og í vestri við Mali. Burkina Faso er inni í landinum í Afrika. Tað er av fátækastu londum í heiminum. Søga. Burkina Faso gjørdist sjálvstøðugt frá Fraklandi í 1960. Blaise Compaoré hevur sitið við valdið síðani hernaðarkvettið í 1987. Fleiri val hava verið, sum forsætisráðharrin hevur vunnið greitt, men bæði andstøðan í landinum og altjóða samfelagið hava sett spurnatekin við øll valini, sum øll hava verið merkt av illgruna um svik. Heruruin í Burkina Faso tók valdið í landinum, tá forsetin, Blaise Campaore, 29. okt. í 2014 varð rikin frá valdinum, eftir mótmælisgongur og samanbrestir í fleiri dagar. Í fyrstu atløgu tók Honoré Traoré, herovasti, valdið og tilnevndi seg sjálvan sum landsins leiðara. Men dagin eftir var kvett framt móti honum, tá Isaac Zida, oberstloytnantur, tilnevndi seg sum forseta og boðaði frá, at hann verður leiðari fyri fyribilsstjórini, sum verður fram til valið í nov. 2014. Landafrøði. Sum í hinum londunum í Saheløkinum er turkur støðug hóttan. Seinastu árini hevur Saharaoyðimørk etið seg longri og longri suðureftir, og nógv gott beitilendi er vorðið oyðimørk. Búskapur. Fáir býir eru í Burkina Faso, og mesta fólkið býr á bygd og livir av at velta jørðina og at halda neyt. Búskapurin í Burkina Faso er illa farin, tí at har hevur verið so ófriðarligt. Av tí at landið er so fátækt, fer triðja hvørt vaksið fólk av landinum at arbeiða. Burkina Faso fær nógva menningarhjálp úr útlondum. Á hvørjum ári lata Frakland, ið fyrr hevði valdið í landinum, og onnur lond í ES, Burkina Faso einar 2-3 milliardir krónur í menningarhjálp. Hjálpin verður bæði nýtt til stórar verkætlanir, til dømis til vatnorkubyggingar, og smá hjálpartiltøk, sum at grava vatnbrunnar, haðan ein bygd fær reint vatn. Vatntrot og kørg jørð eru bóndunum mikil meinbogi. Áðrenn til ber at sáa ella seta niður, má bóndin fella trø og runnar og seta eld á tey og pløga øskuna upp í moldina, so at tað taðar jørðina. Velt verður í hesum nýlendi í eini 4-5 ár, men tá er tað so púrgað, at bóndin má leggja inn av nýggjum, og gamla stykkið liggur sum opinekra í minst 5 ár. Mangir bøndur hava urtagarðar, har teir dyrka grønmeti til sín sjálvs. Simprentis. Simprentis er partafelag, ið mennir og veitir skeið til altjóða oljuídnaðin. Í Simprentis starvast 8 fólk, harav 4 í Føroyum, 1 í Noregi og 3 í Stóra Bretlandi. Stjóri í felagnum er Ólavur Ellefsen. Søga. Simprentis varð stovnað í 2000 av Ólavi Ellefsen. 19. desember 2003 setti SET pening í felagið, svarandi til at SET kom at eiga 20% av felagnum. 31. januar 2007 settu Framtaksgrunnur Føroya og Royndin saman við privatum íleggjarum 4,6 mió kr í felagið. Ólavur Ellefsen. Ólavur Ellefsen er stjóri í Simprentis. Hann var við til at stovna samskiftisfyritøkuna Kall, sum seinni broytti navn til Vodafone. Slóðir úteftir. Ellefsen, Ólavur Pál Joensen. Pál Joensen skrivar autografar til fjepparar í heimbygdini í 2014 Pál Vitalis Joensen (10. desember 1990, Vágur) er føroyskur svimjari úr Vági, sum svimur fyri Føroyar. Hann er annar føroyingurin, ið hevur luttikið á Olympisku Leikunum, hann luttók á Summar-OL 2012 í London. Hann er fyrsti føroyingur, sum hevur kappast innan svimjing til OL, og annar føroyingur, ið hevur luttikið á OL yvirhøvur. Tann fyrsti var rógvarin Katrin Olsen. Pál Joensen flutti til Danmarkar at búgva eftir OL í august 2012. Hann venur nú saman við donskum landsliðssvimjarum í National Training Centre. Til lokalar kappingar svimur hann fyri Aalborg Svømmeklub. Áðrenn hann flutti, vandi hann við Susvim í Vágs Svimjihøll, har hylurin bert er 25 metrar langur. Jón Bjarnason var venjari hjá Páli, meðan hann búði í Vági. Teir báðir vóru nakrar ferðir árliga uttanlands á venjingarlegu í samband við kappingar, sum Pál skuldi til, hetta fyri at Pál kundi venja í 50-metra hyli. Pál Joensen er sonur Turið Kjærbo og Kaj Joensen. Beiggi Pál, Eyðbjørn Joensen, er eisini svimjari, hann er nøkur ár yngri enn Pál, føddur í 1996, hann hevur klárað seg sera væl í Føroyum og í Danmark. Pál eigur stóran part av føroysku svimjimetunum. Pál eigur eisini tvey norðurlendsk met í sviming. Metið í 1500 m frí hevur hann betra fleiri ferðir, seinast tá hann gjørdist nummar fýra í finaluni til HM í svimjing 2011 í Beijing, hann svam tá við tíðini 14:46.33 (langgeil), ein betran av gamla metinum við heili 10 sekundum. Metið í 800 m frí á langbana setti hann fyri fyrstu ferð, tá hann svam innleiðandi til HM í svimjing 2011 við tíðini 7:45.55. (Hesir upplýsingar kunnu altíð broytast, sí viðkomandi heimasíður, t.d. ensku. Bestu úrslitini hjá Páli higartil til EM og HM er eitt silvurheiðursmerki frá EM 2010 á langgeil, eitt silvurheiðursmerki frá EM 2013 á stuttgeil og eitt silvurheiðursmerki frá HM 2012 á stuttgeil, sum hann vann 16. desember 2012 í Istanbul. Upprunaliga vann hann bronsu í HM 2012 á stuttgeil í 1500 m frí, men eftir at gullvinnarin, Mads Glæsner, misti sítt gullheiðursmerki í juni 2013, tí hansara dopingroyndir vístu seg at vera positivar fyri eitt ávíst evni, ið ikki er loyvt, so bleiv Pálsa bronsa broytt til silvur. Men, í februar 2014 hendi tað, at Glæsner fekk sítt gullheiðursmerki aftur, eftir at hann fekk viðhald í kæruni um at missa gullheiðusmerki. Hetta førir við sær, at heiðrsmerkið hjá Pál í hesi kapping nú aftur er bronsa. Í 2011 gjørdist Pál nummar 4 og 5 til HM á langgeil, nummar 4 á 1500 m frí og nummar 5 í 4 m frí. Í desember 2014 gjørdist Pál nummar 4 til HM á stuttgeil við tíðini 14:26.54, ið var nýtt norðurlendskt met og ein betran av hansara persónliga bestu tíð við nærum seks sekundum. Pál var tann fyrsti svimjarin í heiminum, ið kláraði A-kravtíðina til 1500 metrar frí hjá monnum til OL 2016 og ein av tveimum monnum, ið kláraði kravtíðina til 400 metrar frí til OL í Rio pr. 29. mars 2015, tað sæst á einum yvirliti, ið FINA kunngjørdi fyri tíðarskeiðið 1. til 29. mars 2015. Hin 15. august 2015 giftist Pál við Maluni Vitalis Joensen, ið áðrenn brúdleypið nevndist Malan Vitalis Bærendsen. Hann fekk sær Vitalis til millumnavn, og hon fekk sær Joensen til eftirnavn. Tey giftust í Páls Høll í Vági, ið hevur Føroya fyrsta langhyl. Vatn var ikki komið í hylin, áðrenn brúdleypið, men tveir dagar seinni varð byrjað við at fylla vatn í hylin. 17. oktober 2015 letur Føroya fyrsti langhylur, ein 50-metra langur svimjihylur, á Oyrunum í Vági. Svimjihøllin eitur eftir Pál Joensen, hon eitur Páls Høll. Lívsleiðin í altjóða svimjing. Pál Joensen hevur luttikið á fleiri ymiskum altjóða svimjistevnum ymsastaðni í heiminum umframt teimum lokalu stevnunum í Føroyum, m.a. Oyggjaleikir, EM fyri ung í Ungarn, World Cup stevnur í Moskva, Berlin og Stokkhólmi, EM á langbana í Budapest, EM í Danmark, DM í Danmark, svimjistevnur í Íslandi, HM í Italia, svimjistevna í Suðurafrika fyri at nevna nakrar av svimjistevnunum, sum Pál hevur luttikið á. Summar-OL 2016 í Rio de Janeiro. Pál Joensen kvalifiseraði seg til 1500 metrar frí til Summar-OL 2016 í Rio de Janeiro. Hann umboðar Danmark til OL, av tí at Føroyar ikki eru góðkendar sum tjóð av UCI. Danish Open 2015. Síðst í mars 2015 luttók Pál á Danish Open í Keypmannahavn. Meeting Open Méditerranée 2015 í Marseille. Pál luttók á MOM Marseille 2015 svimjistevnuni. Hann vann gull í bæði 1500 m frí og í 400 metrum frí og kláraði A-kravtíðirnar til OL í Rio 2016. Pál vann kappingarnar 7. og 8. mars 2015. HM í svimjing á stuttgeil í Doha, Qatar 2014. Pál luttók til HM í svimjing á stuttgeil í Doha í Katar í desember 2014. Tann seinasta dagin, 7. desember, svam hann finaluna í 1500 metrum frí. Hann gjørdist nummar fýra við tíðini 14:26.54, ið var ein betran á umleið 6 sekund frá hansara bestu tíð áðrenn hesa kappingina. Hann setti nýtt norðurlendskt met og harvið sjálvandi eisini nýtt føroyskt met. Italiumaðurin Paltrinieri vann gull, Oussama Mellouli úr Tunesia vann silvur, meðan Ryan Cochrane úr Kanada vann bronsu. EM 2014 á langgeil í Berlin. Pál Joensen luttekur á EM á langgeil í Berlin í august 2014. Hann luttekur í 1500 m frí og í 800 m frí. Hann vann silvur í 1500 m frí við tíðini 14:50.59. Vinnarin var italiumaðurin Gregorio Paltrinieri, ið setti nýtt evropeiskt met við tíðini 14:39.93. Tveir dagar seinni vann hann aftur silvur, hesaferð í 800 m frí. 100 FM gullheiðursmerki. Á FM í Havn í mai 2014 vann Pál Joensen fyrst sítt FM gullheiðursmerki nummar hundrað íroknað liðkappingar hin 17. mai og dagin eftir, hin 18. mai vann hann eisini sítt FM gullheiðursmerki nummar 100 í einstaklingakappingum og løtu seinni vann hann eisini sítt FM gullheiðursmerki nummar 101 í einstaklingakappingum. Duel in the pool 2013 - Evropa móti USA. Pál Joensen luttók í svimjistevnuni Duel in the Pool, sum er kapping millum teir bestu svimjararnir úr Evropa og USA. Í 2013 varð kappingin hildin í Glasgow í Skotlandi. Pál Joensen er ein av teimum bestu mannligu svimjarunum úr Evropa, sum vórðu tiknir út til hesa kapping. Ongin mannligur danskur svimjari varð úttikin, tvær danskar kvinnur vóru úttiknar: Jeanette Ottesen og Lotte Friis. Fyrsta dagin gjørdist Pál nummar 8 av 8 svimjarum í 400 metrum frí hjá monnum við tíðini 3:45.80. Dagin eftir vann Pál eitt silvurheiðursmerki í 800 m frí við tíðini 7:39.69, gull og bronsa fór til USA. Samlaða kappingin endaði við at USA vann við bert einum stigi 132 móti 131. EM 2013 á stuttbana í Herning. Pál Joensen luttók á EM 2013 á stuttgeil í Herning í døgunum 12. til 15. desember 2013. Har vann hann silvur í 1500 metrum frí hjá monnum. HM 2012 á stuttgeil í Istanbul. Í desember 2012 luttók Pál Joensen á HM í svimjing á stuttgeil (25 m) í Istanbul. Sunnukvøldið 16. desember 2012 svam hann seinasta riðil í 1500 m frí, hann svam teinin somikið skjótt, at tað eydnaðist honum at vinna sítt fyrsta HM heiðursmerki. Hann kom á mál við tíðini 14:36.93. Nummar eitt gjørdist upprunaliga danin Mads Glæsner við tíðini 14:30.01, men í juni 2013 misti hann gullheiðursmerkið orsakað av positivari dopingroynd, nummar tvey gjørdist upprunaliga 18-ára gamli italiumaðurin Gregorio Paltrinieri við tíðini 14:31.13 í juni 2013 bleiv silvuri hjá honum broytt til gull, Men, í februar 2014 hendi tað, at Glæsner fekk sítt gull heiðursmerki aftur, eftir at hava kært avgerðina um at hann skuldi missa gull heiðusmerki og fekk viðhald. Hetta førir við sær at heiðrsmerkið hjá Pál í hesi kapping nú aftur er bronsa. Pál luttók eisini í 400 m frí til hesa kapping, tað eydnaðist honum at koma í finaluna, sum hann svam 14. desember. Hann endaði upprunaliga sum nummar seks við tíðini 3:42.23. Í juni 2013 misti Mads Glæsner sítt heiðursmerki í hesi kapping, og hinir sum komu honum næstur rykkja sostatt eitt pláss upp. Pál fær tó ikki heiðursmerki í hesi kapping, men gjørdist nú nummar 5. Hetta úrslitið verður ikki broytt orsakað av kæruni hjá Glæsner, hann fekk bara viðhald viðvíkjandi gull heiðursmerkinum í 1500 m frí í hesi kapping. Summar-OL 2012 í London. Pál Joensen luttók á Summar-OL 2012 í London. Hann kvalifiseraði seg til tríggjar kappingar, tvær einstaklingakappingar og eina liðkapping: 400 m frí, 1500 m frí og 4 x 200 m frí. Hann svam seg ikki í nakra finalu. Vónirnar vóru serliga stórar til 1500 metrar frí, men hann svam langt frá síni bestu tíð og gjørdist nummar 17. Besta úrslitið fekk hann í 400 metrar frí, har hann gjørdist nummar 10. Danish Open 2012. Pál Joensen luttók í døgum frá 22. mars til 25. mars 2012 í donsku svmjistevnuni Danish Open í Brønshøj. Hann svam somikið skjótt í 400 metrum frí, at hann kvalifiseraði seg til OL 2012 á hesum teini. Hann svam tvey sekund undir kravtíðina, sum er 3:48.92. Hann svam eisini 1500 m frí og so svam hann uppá tíð í 200 m frí, fyri at vita, um hann kundi luttaka í stafettini í 4x200 m frí fyri Danmark á OL 2012, og tað eydnaðist. EM í svimjing á stuttbana 2011. Pál Joensen luttók í 1500 m, 400 m og 200 m frísvimjing á Europameistarastevnu á stuttbana í Szczecin (Stettin) í Póllandi í døgunum 9. til 11. desember. Hann gjørdist nummar fýra í 400 m frí við tíðini 3:41.05, vinnari gjørdist Paul Biedermann við tíðini 3:38.65. Pál gjørdist nummar fimm í 1500 m frí við tíðini 14:37.83. Vinnari í 1500 m frí gjørdist Mateusz Sawrymowicz við tíðini 14:29.81, danin Mads Glæsner vann silvur í 1500 m frí og í 400 m frí. Seinasta dagin á EM svimjistevnuni svam Pál 200 m frí. Hann gjørdist nummar 32 við tíðini 1:47.56. World Cup 2011. Pál Joensen luttók á einari World Cup svimjistevnu í 2011, tað var tann stevnan, sum var í Stokkhólmi 15. og 16. oktober 2011. Pál vann gull í 1500 m frí hjá monnum við tíðini 14:52.00 og bronsu í 400 m frí við tíðini 3:45.50. Vinnari í 400 m frí gjørdist týskarin Paul Biedermann við tíðini 3:43.45. HM 2011 í svimjing í Shanghai. Pál Joensen luttók á heimsmeistara svimjistevnu á langgeil í Shanghai í Kina í juli 2011. Hann luttók í 800 metrum og 1500 metrum frísvimjing. Hann svam innleiðandi í 800m frí 26. juli og svam við næstbestu tíðini av øllum, tíðin var 7:45.55, sum var nýtt føroyskt met og nýtt norðurlendskt met. Bæði føroyska og norðurlendska meti vóru betraði við 7-8 sekundum. Pál átti sjálvur gamla føroyska metið, tað var frá EM 2010, gamla norðurlendska metið átti Mads Glæsner. Pál var einsti norðurlendingur, sum svam seg víðari í finaluna í 800m frí. Í innleiðindi riðlunum var tað bara kinverjin Yang Sun sum svam skjótari enn Pál, hann svam við tíðini 7:45.29. 27. juli svam Pál finaluna í 800 metrum frí hjá monnum, hann gjørdist nummar fimm við tíðini 7:46.51. Vinnari gjørdist Yang Sun úr Kina við tíðini 7:38.57, nummar tvey gjørdist Ryan Cochrane úr Kanada við tíðini 7:41.86, nummar trý gjørdist Kis Gergo úr Ungarn við tíðini 7:44.94, nummar fýra gjørdist Oussama Mellouli úr Tunesia við tíðini 7:45.99. Pál var sum nevnt nummar fimm, Chad La Tourette úr USA nummar seks, Peter Vanderkaay nummar sjey og Sébastien Rouault nummar átta. 30. juli svam Pál 1500 metrar frí í innleiðandi riðlunum, hann svam sætt skjótastu tíðina av øllum riðlunum, tíðin var 14:56.66, sum var nýtt føroyskt og norðurlendskt met, Pál átti sjálvur bæði metini áðrenn. Tíðin rakk til eitt finalupláss og tryggjaði Pál luttøku í Olympisku Leikunum 2012 fyri Danmark. Allir sum kvalifiseraðu seg til finaluna svumu undir 15 minuttir, hetta er skjótasta ið nakrantíð er svomið av átta teimum skjótastu í innleiðandi til HM í svimjing. Oyggjaleikir 2011 á Isle of Wight. Pál Joensen luttók í 15 svimjikappingum til Oyggjaleikirnar á Isle of Wight, sum vóru í døgunum 25. juni til 1. juli 2011. Pál vann 8 gull, 4 silvur og 1 bronsu heiðursmerki. World Cup 2010 í Stokkhólmi. Pál Joensen vann bronsu í 400 metrum frí á World Cup stevnuni í Stokkhólmi 6. november 2010 við tíðini 3:46.13. Vinnarin av hesi kapping gjørdist Paul Biedermann úr Týsklandi við tíðini 3:41.27, sum eisini er heimsmeistari á hesum teini. Biedermann eigur eisini heimsmeti í 400 metrum frí. Silvurvinnari gjørdist Yannick Agnel úr Fraklandi við tíðini 3:41.42. World Cup 2010 í Moskva. Pál Joensen vann tvey gull heiðursmerki í Moskva 2. og 3. november á World Cup svimjistevnu. Hann luttók í tveimum kappingum og vann báðar. Fyrst svam hann 400 metrar frí í tíðini 3:45.56. Dagin eftir, hin 3. november 2010, svam hann finaluna í 1500 metrum frí. Hann vann gull við tíðini 14:50.66. World Cup 2010 í Berlin. Pál luttók á World Cup svimjistevnu í Berlin í Týsklandi 30. og 31. oktober 2010. Fyrra dagin svam hann 400 metrar frí. Hann svam innleiðandi um morgunin, har hann svam við næstbestu tíðini, sum var 3:46.76. Bara niðurlendingurin Job Kienhuis svam skjótari enn Pál í innleiðandi kappingini, tað gjørdi hann við 3/100 sekundi skjótari, Kienhuis svam við tíðini 3:46.73. Teir skjótastu átta svimjarnir komu víðari til finaluna, sum var seinnapartin sama dag. Vinnarin gjørdist týskarin Paul Biedermann, sum er heimsmeistari á sama teini og sum eigur heimsmetið í 400 m frí á stuttbana og á langbana. Hann vann gull við tíðini 3:42.31. Pál vann silvur við tíðini 3:44.45 og Job Kienhuis vann bronsu við tíðini 3:45.27. Dagin eftir, hin 31. oktober 2010, svam Pál finaluna í 1500 metrum frí. Hann gjørdist nummar tvey og vann sostatt silvur við tíðini 14:47.39. Vinnarin av 1500 m frí á stuttgeil gjørdist niðurlendski Job Kienhuis við tíðini 14:40.11. Jan Wolfgarten úr Týsklandi vann bronsu. Vann gull og bronsu í Suðurafrika. Pál Joensen luttók á altjóða svimjistevnu í Durban í Suðurafrika í apríl 2010, sum nevnist "Telkom SA National Aquatic Championships 2010". Pál luttók í 800 metrum frí og 1500 metrum frí á langbana. Pál vann gull á 800 metrum frí við tíðini 7:58.92. Pál vann bronsu í 1500 m frí við tíðini 15:21.84. Vinnari av 1500 m frí gjørdist Heerden Herman úr Suðurafrika við tíðini 15:06.75. Fina World Cup 2009 í Berlin - Norðurlendskt met. 15. november svam Pál Joensen finaluna í 1500m frí á stuttbana til World Cup í Berlin. Pál vann silvur og setti nýtt norðurlendskt met við tíðini 14:32.15. Hann átti sjálvur metið frammanundan, tað setti hann í Stokkholmi 4 dagar frammanundan. Fina World Cup 2009 í Moskva - Vann gull og setti norðurlendskt met. 7. november 2009 vann Pál gull í Moskva á 1500m frí á stuttbana við tíðini 14:32.64. Kappingin nevndist FINA World Cup. Samstundis setti Pál nýtt føroyskt met og nýtt norðurlendskt met. Við hesi tíðini var Pál Joensen bert 3.13 sekund frá heimsmetinum. Inntil tá (nov. 2009) má hetta sigast at vera størsta føroyska ítróttarbragdið nakrantíð. FINA World Championships 2009 - Heimsmeistaraskapið í svimjing. Pál Joensen luttók í svimjikapping um heimsmeistaraheitið í Rom, Italia í 2009. Pál luttók í 400 m, 800 m og 1500 metrum í frísvimjing. Hann svam ikki sínar bestu tíðir og kom ikki víðari í finaluna. Besta úrslitið hjá honum gjørdist eitt 17. pláss í 1500 metrar frí hjá monnum. Tað var tunesiski Oussama Mellouli, sum gjørdist heimsmeistari í 1500 m frí, Ryan Cochrane úr Kanada vann silvur og Sun Yang úr Kina vann bronsu. Danin Mads Glæsner gjørdist nummar 10. European Short Course Swimming Championships 2009 - Svimjing um Europameitaraheitið á stuttbana 2009. Pál Joensen luttók í svimjikapping um europameistaraheitið, sum var í Istanbul í 2009. Hann svam innleiðandi 400 metrar og kom víðari til finaluna, men hann avlýsti finaluna. Hann svam eisini 1500 metrar frí hjá monnum og kom víðari í finaluna. Hann gjørdist nummar 7 í 1500 metrar frí við tíðini 14:38.00. Vinnarin gjørdist Jan Wolfgarten úr Týsklandi við tíðini 14:20.44, italienarin Federico Colbertaldo vann silvur við tíðini 14:25.68, danin Mads Glæsner vann bronsu við tíðini 14:26.74. Trýfaldur Junior Europameistari 2008. Vann 3 gullheiðursmerki við evropameistaraskapið fyri juniorar í svimjing í Beograd, Serbia í august 2008. 400m frí við tíðini 3.51.44, 800m frí við tíðini 7.56.90 og 1500m frí við tíðini 15.18.37. Oyggjaleikir 2007. Pál Joensen luttók á Oyggjaleikunum 2007 á Rodos í juli 2007. Hann vann 5 gull og 1 bronsu heiðursmerki og gjørdist eitt kent navn í Føroyum HM í svimjing 2007. Pál Joensen kvalifiseraði seg til HM í svimjing 2007 (fyri vaksin), hóast hann bert var 16 ára gamal. Stevnan varð hildin í Melbourne í Avstralia í døgunum 17. mars - 1. apríl 2007. Pál svam í kappingunum í 50 m, 100 m, 200 m, 400 m og 800 m frí. Hann svam seg ikki víðari til nakra finalu. Hann gjørdist nummar 34 í 800 m frí við tíðini 8:30.31, 36 í 1500 m frí við tíðini 16:23.56, 52 í 400 m frí. Ársins føroyski svimjari 2013, flest FINA stig og FM heiðursmerki nummar 100. Pál vann heiðurin sum Ársins Svimjari 2013 eftir FM Stevnuna í Havn. Hann fekk eisini handað steyp, tí hann var tann svimjarin, ið fekk flest FINA stig undir einari kapping, tað gjørdi hann í 800 metrum frí. Á FM stevnuni fekk Pál handað síi FM heiðrsmerki nummar 100, og tað var gull. Av teimum 100 heiðursmerkjunum vóru yvir 80 av teimum gull heiðursmerki. Á FM stevnuni setti Pál nýtt føroyskt met í 100 m bringu við tíðini 1:03.00, og í 4 x 50 m frí við tíðini 1:35.06. Ársins føroyska ítróttarnavn og Ársins ítróttarbragd. Seinastu árini hava føroyskir fjølmiðlar útnevnt føroyingar sum hava skarað framúr innan ymisk øki. Dimmalætting hevur útnevnt "Ársins Ítróttarbragd". Pál vann heiðurin "Ársins Ítróttarbragd 2007" í februar 2008 saman við venjara sínum Jón Bjarnasyni. Kringvarpið hevur seinastu árini skipa fyri sendingini Stjørnuskot har m.a. "Ársins Føroyska Ítróttarnavn" verður kosið. Pál Joensen vann heiðurin í 2007, 2008 og 2009. Í 2010 var ongin útnevndur til "Ársins Ítróttarbragd". Irak. Irak (arábiskt: "Jumhūriyat Al-ʿIrāq", kurdiskt: "Komarê Iraq") ella Lýðveldið Irak er eitt hitt størsta og sterkasta landið í hesum parti í Miðeystri. Meginparturin av landinum er turr oyðimørk og berligt fjallalendi. Irak hevur mark við seks lond: Í vesturi hevur Irak mark við Jordan og Saudi-Arábia, í norðri við Sýria og Turkaland, í eystri við Iran, og í suðri við Kuveit. Høvuðsstaður er Bagdad og høvuðsmálið er arábiskt. Umleið 19 milliónir fólk hava atkvøðurætt á irakska tjóðartingsvalinum. Teirra millum eru hálv onnur millión irakar, sum búgva í øðrum londum. 90 prosent av inntøkunum hjá Irak koma frá oljuvinnuni. Fólkið. Meginparturin av fólkinum eru muslimar og tala arábiskt. Í norðara parti í landinum búgva eisini um 4 milliónir kurdar. Søga. Síðan Irak gjørdist lýðveldi í 1958, hevur politiskur ófriður javnan verið. Í 1980-árunum kríggjaðist Irak við Iran í samfull 8 ár, og tá ið Irak legði Kuveit undir seg, leyp stórt altjóða herlið á. Kríggið verður rópt Flógvakríggið (2. august 1990–28. februar 1991), og Irak tapti so dyggiliga. Irak-kríggið. Tann amerikanska innrásin byrjaði 20. mars 2003. Amerikonsku royndirnar at skapa demokrati og samstundis Kríggið Móti Yvirgangi, hevur havt við sær at landið er gjøgnumdrivið av harðskapi, deyða og líðing. Tað rakar øll, men mest kvinnurnar. Meira enn ein millión irakiskar kvinnur eru í dag einsamallar um at uppihalda familjunum, og arbeiðsloysið er stórt. Áðrenn kríggið gingu tey flestu børnini í skúla, og kvinnur arbeiddu í stórum tali. Í dag eru teir almennu stovnarnir, har kvinnurnar starvaðust ikki til. Aðrasteðs, sum til dømis í Basra, hava trúarbólkar, sum hava serliga fatan av, hvussu kvinnur skulu vera, tikið valdið. Í dag sleppa kvinnur í Basra ikki at íðka ítrótt og noyðast at ganga við turriklæði. Kríggið í Irak hevur kostað yvir 600 000 sivilum irakum lívið, vísir ein kanning, sum amerikanskir og irakskir granskarar hava gjørt í 2006. Metingarnar hjá granskarunum fýra ferðir hægri enn tey tøl, irakska stjórnin higartil hevur almannakunngjørt um sivilt mannfall, bygt á upplýsingar frá líkhúsum og sjúkrahúsum. Granskararnir byggja hinvegin síni tøl á spurnarkanningar, sum eru gjørdar á rættiliga breiðum grundarlagi kring alt Irak. At 600 000 sivilir irakar eru falnir undir krígnum, svarar til, at 500 sivilfólk eru deyð hvønn einasta dag síðani amerikansku innrásina í mars mánaði í 2003. Ein rúgva av palestinensum eru vorðnir heimleysir av ófriðinum, sum hevur merkt landið síðani USA gjørdi innrás í 2003. Í 2003 búðu 34 000 palestinensar í Irak. ST hjá kommessiónin fyri flóttafólk metir, at talið nú er minkað niður í 10 000-15 000. Kríggið í Irak hevur nærum kostað USA tað sama sum kríggið í Vjetnam. Amerikanska kongressin hevur latið gjørt eina nýggj frágreiðing um, hvussu nógv kríggj hava kostað USA, líka afturi frá 1775. Irak-kríggið verið líka dýrt fyri USA sum Vjetnamkríggið. Uppgerðin vísir, at Irak-kríggið, sum higartil hevur vart í fimm ár, hevur kostað amerikansku skattagjaldarunum umleið 3.074 milliardir krónur. Vjetnamkríggið, sum vardi í 10 ár, kostaði 3.170 milliardir krónur, við virðinum á dollaranum í dag. Tað er tó eitt sindur trupult at samanbera, millum annað orsakað av inflatiónsfaktorinum. Hóast tað eru 11 ár síðan, at USA leyp á Irak, er støðan í landinum ófriðarlig og ótrygg. Amerikanski forsetin, Barack Obama, leggur nú eftir USA og tess sameindu í Irak. Obama heldur, at londini hava gjørt alt og lítið til tess at loysa flóttafólkakreppuna, sum hevur tikið seg upp aftan á kríggið í Irak. Irakkríggið er av, í øllum førum á papp­írinum. Hósdagurin 29. des. í 2011 var almenni dagurin fyri endan á krígnum, sum byrjaði 20. mars 2003, men nógv ivast í, um unga irakska fólkaræðið er nóg sterkt til at standa á egnum beinum. Hjúnalag. Irakiska stjórnin hevur gjørt eitt lógaruppskot í mars 2014, sum loyvir pedofili og neyðtøku innan karmarnar í hjúnalagi. Stjórnin ætlar at loyva monnum at gifta seg við 9 ára gomlum gentum, at gera tað lógligt fyri mannin at neyðtaka konu sína, umframt at tað skal tryggjast við lóg, at menn altíð skulu fáa foreldramyndugleikan í samband við hjúnaskilnað. Umframt nevndu broytingarnar mælir lógaruppskotið til, at tað ikki skal vera loyvt hjá muslimum at gifta seg við einum, sum ikki er muslimur, og so skulu kvinnur eisini hava avmarkaðan arvarætt. 21 av 29 umboðum í stjórnini taka undir við uppskotinum, sum skal samtykkjast í irakiska tjóðartinginum, áðrenn tað kemur í gildi. Higartil hava bæði gentur og dreingir skula verið 18 ár, áðrenn tey hava kunnað gingið saman í hjúnalag, men irakski løgmálaráðharrin, Hassan al-Shimari, sigur, at hetta aldursmarkið er brot á Sharia, og at tað tí eigur at verða broytt. Landafrøði. Tá ið fruktagóða lendið fram við Evfrat og Tigris er frá, er tað mesta av Irak fjalla- og oyðimarkarlendi. Bara sættingurin av víddini er nýtilig landbúnaðarjørð, tí má Irak flyta inn stóran part av matvørunum, landinum tørvar. Landslutir í Irak. 2. Salah ad Din 6. Al Basrah 7. Dhi Qar 8. Al Muthanna 12. An Najaf 13. Al Anbar 17. At Ta'mim Bagdad. Høvuðsstaður Iraks, Bagdad (arabiskt; "بغداد"), er fram við Tigris. Hann er størsti býur í Irak og miðdepil í fyrisiting og handli. Í býnum renna saman gamalt og nýtt, avgamlar moskur, nútímans háhús og trongligir basarar. Bagdad hevur verið miðstaður í islamskari mentan í meiri enn túsund ár. Bagdad var áður høvuðsstaður í tí veldiga arabiska ríkinum. Tá blómaði býurin og var skrýddur við prýðiligum borgum og øðrum listaverkum. Meginparturin av tí gamla Bagdad er nú burtur, men á grundini er vaksin upp ein tíðarhóskandi stórbýur. Úr Bagdad gongur jarnbreyt til Basra við Persarahavið. Arabiskt mál. Útbreiðslan av tí talaða arábiska málinum. Arabiskt mál (arabiskt; "الْعَرَبيّة", "al-ʿarabiyyah" ella bara "عَرَبيْ" "ʿarabī"), er í afroasiatiska málættin, semitiska greinin. Um 206.000.000 fólk tosa okkurt frábrigdi av arabiskum. Hóast standardarabiskt, sum er eitt tillagað frábrigdi av klassiskum arábiskum, er alment mál í arabiskum londum, eru tað vanliga bert fólk við góðari útbúgving, sum duga tað hampiliga væl. Koranin er skrivað á klassiskum arabiskum, sum er átrúnaðarligt mál hjá muslimum. Tað arabiska stavraðið hevur 28 bókstavir og skriftmálið verður skrivað frá høgru til vinstru. Arabiskar dialektir verða talaðar í Norðurafrika (frá Maghreb í Marokko til Egyptaland) og í Miðeystri (frá Palestina/Ísrael til Irak, og úr Sýria til Jemen). Maltesiskt er eisini ein arabisk dialekt. Hóast felagsheitið "arabiskt" (av átrúnaðarligum og politiskum orsøkum) verður brúkt, so er talan "de facto" um fleiri ymiskt "arabisk" mál, har fólk ikki skilja hvønn annan. Kinesiskt mál. Kinesiskt mál ella kinverskt (kinesiskt; "汉语/漢語", "Hànyǔ", "中文" ella "Zhōngwén") er í grundini fleiri skyld mál, har mandarinskt, sum er móðurmál hjá um 875.000.000 fólkum, er tað størsta, og tað er eisini standardmál í Kina. Kinesisk mál eru móðurmál hjá meira enn 1.200.000.000 fólkum, harav meginparturin býr í Kina og um 22.000.000 í Teivan. Í kinverska teknmálinum eru mong túsund tekn. Hvørt tekn er orð ella hugtak og ikki ljóð sum í okkara skriftmáli. Kinesiskt er størsta málið í Fólkalýðveldi Kina. Harumframt er kinesiskt høvuðsmálið í Lýðveldið Kina, Hongkong, Makao og Singapor. God Save the Queen. God Save the Queen er tjóðsangur hjá Stóra Bretlandi, Avstralia, Kanada, Jamaika, Bahamaoyggjar, Tuvalu og Nýsælandi. Tekstur. On Thee our hopes we fix, On her be pleased to pour; To sing with heart and voice Læsesal Vest. Læsesal Vest ella granskingarlesistovan á Kongliga Bókasavninum (danskt: "Det Kongelige Bibliotek") er partur av Danska Tjóðbókasavninum (danskt: "Danmarks Nationalbibliotek"), sum heldur til í Den Sorte Diamant á Slotsholmen í Keypmannahavn, Danmark. Lesistovan er frá tíðini, tá Fríðrikur III kongur stovnaði Kongliga Bókasavnið, og hevur hildið til ymsastaðni. Lesistovan er ætlað. Handbókasavnið á lesistovuni er í tveimum hæddum og telur um 65.000 bind. Tað fevnir um fleiri yrkisgreinir hjá Kongliga Bókasavninum, tó serliga hugvísindi og gudfrøði. Tbilisi. Tbilisi er høvuðsstaður Georgias. Høvuðsstaðurin í Georgia er bygdur í brøttu líðini niðan frá Kuraá. Tbilisi er av sonnum fjølmentaður býur, stutt hvørt frá øðrum eru sýnagoka, moska, georgisk basilika (fornkirkja), armensk kirkja og persisk eldtilbiðjaratempul. Mikael Blak. Mikael Blak (føddur 1979) er ein føroyskur tónleikari, tónaskald og tónleikaframleiðari. Hann spælir á fleiri ymisk ljóðføri eitt nú bass og kontrabass. Hann er basspælari í punk-bólkinum 200. Harumframt hevur hann spælt bass við eitt nú Eivør Pálsdóttir. Hann var ein av tónleikarunum, sum spældu til Summartónar 2012. Mikael er sonur kenda tónleikaran og tónasmiðin Kristian Blak. Teir báðir eru, saman við øðrum, limir í klassiska tónleikabólkinum Yggdrasil, Kristian er leiðari og spælir klaver, og Mikael spælir bass. Mikael hevur framleitt fløguna "Á fold eru túsund gudar" hjá Hanus G. Johansen, fløgan kom út í november 2012. Komponerað tónleik til virðisløntir filmar. Mikael Blak hevur komponerað løg til stuttfilmarnir "Summarnátt" og Vetrarmorgun hjá Sakaris Stórá. Summarnátt vann tann allarfyrsta Geytan, ið er ein føroysk filmsheiðursløn. Tey fýra løgini sum mynda soundtrackið í Summarnátt hava hesi heiti: ”Byrjan”, "Dýrdarfall”, ”Summardáar” og ”Summarnátt”. Stuttfilmurin "Vetrarmorgun" vann eina virðisløn á einum av heimsins størtstu filmsfestivalum, á Berlinaluni 2014. Filmurin vann í bólkinum "The Special Prize of the Generation 14plus International Jury". Stóruvøtn. Á markinum ímillum Kanada og Sambandsríki Amerika eru Stóruvøtn (á enskum: "Great Lakes"). Í USA og Kanada eru fimm stór fesk vøtn: Superior­ vatn, Michiganvatn, Huronvatn, Erievatn og Ontariovatn. Tey eru bundin saman í eina stóra skipan. Haðani rennur St. Lawrenceá gjøgnum Kanada út í Atlantshav. Hesi vøtn rúma um fimtingin av øllum vatni í heiminum. Bara Michiganvatn, vinstrumegin, er sunnan fyri markið. Ímillum vøtnini eru grivnar siglingarveitir, og samband er við St. Lawrenceá, sum rennur út í Atlantshav. Í Niagaraá, sum rennur úr Erievatni í Ontariovatn, eru hinir viðgitnu Niagarafossar. Rundan um tey stóru vøtnini og fram við ánni er nógvur ídnaður, sum dálkar vatnið. Serliga Erievatn er illa dálkað. Har eru stórir ídnaðarbýir, so sum Buffalo í New York, Cleveland í Ohio og Detroit í Michigan. Stóru Grasfløturnar. Miðskeiðis í Kanada og Sambandsríki Amerika eru Stóru Grasfløturnar ella prerian, sum lendið eisini verður kallað (á enskum: "Great Plains"). Á hesum óføra víða lendið er heitt og turt um summarið og kuldi og kavi um veturin. Trø vaksa bara við áir og vøtn. Fyrr, tá ið fløturnar vóru albeittar við síðum grasi, gingu fleiri milliónir visundar har. Nú eru fløturnar veltar. Mesta grøðin er hveiti og mais. Vancouver. Vancouver í British Columbia á vesturstrondini í Kanada er ein væl umtóktur býur. Mong vilja fegin sleppa at búgva har, og stór framgongd er í ídnaðinum. Havnin frystir ikki um veturin og liggur tí væl fyri til handilssamstarv við lond í Asia hinumegin Kyrrahav. Mong kinversk húski, helst úr Hongkong, búsettu seg her, áðrenn Hongkong fór undir kinverskt yvirræði í 1997. Burma. Burma (burmesiskt: "Pyi-daung-zu Myan-ma Naing-ngan-daw"), eisini nevnt Myanmar, er eitt land í Suðurasia við umleið 55 milliónum íbúgvum. Burma hevur mark við 5 lond: Í vesturi hevur Burma mark við Bangladesj og India, í norðri við Kina, í eystri við Laos og Teiland. Burma er sera fátækt land, sjálvt um tað hevur náttúruríkidømi, so er tað eftirland á næstan øllum økjum. Heilsuskipanin í Burma er tann ringasta í heiminum, WHO setti Burma sum nummar 190 á einum lista yvir lond bólkað eftir hvussu góða heilsuskipan tey høvdu. ST hevur boðað frá barnaarbeiði, sølu av menniskjum og manglandi tælufrælsi. Umheimurin veit lítið um Burma, sum hevur staðið í skugganum av máttmiklu grannalondum sínum Fólkalýðveldi Kina, India og Teilandi. Høvuðsstaður er Naypyidaw og høvuðsmálið er burmesiskt. Størsti býur er Rangoon. Við eini vídd á 676 578 km2 er Burma 40. størsta landi í heiminum. Søga. Í 16. øld royndu tveir sterkir valdsharrar at byggja eitt stórt ríki í Burma. Fyrst í 16. øld var Burma í nógvum smáríkjum. Í 1531 gjørdist Tabinshwehti (1512 - 1550) kongur í einum ríki, nevnt Toungoo, sunnarlaga í landinum. Frá 1535 tók hann valdið yvir fólkinum, sum helt til á Irrawaddy-oyrunum, og hann tók eisini Pegu, høvuðsstaðin í kongsríkinum Mon fyri sunnan og gjørdi hann til høvuðsstað í ríkinum. Stutt eftir tók hann kongsríkið Pagan fyri norðan, men kom ikki so langt, at hann fekk lopið á Teiland, tí hann doyði í bardaga við monfólkið, sum hevði gjørt uppreistur. Í 1551 bardi svágur hansara Bayinnaung uppreisturin niður og arvaði trúnuna. Hann var mætastur av øllum burmesiskum hertakarum og tók Teiland; men meðan hann var á herferð, gjørdu fólk í høvuðsstaðnum Pegu uppreistur og løgdu stórar partar av býnum í oyði. Heimafturkomin knústi hann uppreisturin og endurreisti býin í miklari dýrd. Tá ið landið fekk sjálvræði frá Stóra Bretland í 1948, løgdu myndugleikarnir seg eftir at føra ein politiskan og búskaparligan avbyrgingarpolitikk, sum hevur gjørt Burma, ið áður var so ríkt, til eitt av fátækastu londum í heiminum. Drúgvi uppreistur fjallafólksins og eirindaleyst hernaðarstýri síðan 1962 hava hildið burtur alla útlendska ávirkan. Hernaðarstýrið var frá 1962 til 2011. Politikkur. Than Shwe var oddamaður í hernaðarliga einaræðisvaldinum í Burma. Burma var eins og Norðurkorea eitt serstakliga lukkað land. Tað kom serstakliga til sjóndar í 2008, tá ið ein ódn jarðlegði stórar partar av landinum. 100 000 fólk lótu lív, m.a. tí hernaðarvaldið ikki vildi loyva neyðhjálparfelagsskapum inn í landið. Than Shwe og stýrið hansara forfylgdi fleiri fólkasløgum í Burma. Fólk í vesturheiminum kenna kanska best Aung San Suu Kyi, ið vann friðarheiðursløn Nobels í 1991 fyri stríð sítt fyri frælsi í Burma. Sjálvt um flokkurin hjá Aung San Suu Kyi NLD vann valið í 1990, gjørdist hon ongantíð forseti í landinum. Tað forðaði herurin fyri. Herurin tók valdið í landinum, broytti navnið frá Burma til Myanmar og flutti høvuðsstaðin frá Yangon til Naypyidaw. Í 2011 var hernaðarstýrið koyrt frá, eftir at val hevði verið í 2010. Enn hevur herurin grundlógartryggjaðan rætt til sína umboðan í tjóðartinginum, og Aung San Suu Kyi er enn ikki sannførd um, at fólkaræði enn er á veg í landi hennara. Fólkið. Í hálendinum fyri norðan, vestan og eystan búgva mong fólkasløg, til dømis shan-, akha-, karen- og kachinfólkið. Hesi fólk eru meiri enn fjórðingurin av fólkinum í Burma. Flestu teirra búgva í smáum bygdum og liva av sviðjubúnaði. Tey vilja ikki vita av, at fremmand leggja seg uppí, hvussu tey liva. Tað hevur havt við sær, at yvir 200 000 fólk (karenar og onnur fólkasløg) á hesum leiðum hava latið lív í frælsisbardaganum ímóti burmesiska stjórnarherinum. Rohingya muslimar hava hildið til í Myanmar í mong ættarlið. Hóast hetta, hava teir aldrin verið góðkendir sum íbúgvar í Myanmar og eru leingi blivnir forfylgdir og illa viðfarnir. Tískil er tað ikki óvanligt at rohingyafólkini velja at flyta úr Myanmar. Hendan forfylgingin er blivin so ógvuslig, at í 2018 er ein triðingur av teimum 1,1 milliónum rohingyafólkinum flýggja úr Myanmar, tvørtur um markið til Bangladesj. Tað er umleið 300.000 fólk. Rohingyafólkini eru ikki væl lýdd millum buddistiska fleirtalið í Myanmar. Tí kann hugsast, at myanmarski herurin hevur fólkið við sær, í sínu harðrendu viðferð av rohingyafólkinum. Politiski leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, er undir stórum trýsti frá útheiminum fyri at ikki handfara støðuna nóg væl. Miðallívsævin í landinum er 65,28 ár. 10,1 % av fólkinum eru ikki lesifør. Búskapur. Nógv náttúrutilfeingi er í Burma; har er ríkiligt av vatni, tí stóra áin Irrawaddi rennur suður ígjøgnum næstan alt landið, og lendið fram við henni er óføra fruktagott. Landaøkið á markinum ímillum Burma, Teiland og Laos verður nevnt Gylti Trýkanturin. Har dyrka fólk dreymsólju, sum er ein av fáu inntøkum teirra. Úr dreymsóljuni verður gjørt opium, sum er virðismikið evni, ið linnar pínu; men tað verður eisini nýtt til at gera harðvunnin drøgg. Tveir triðingar av øllum heroini í heiminum kemur úr Gylta Trýkanti. Dreymsóljan hevur hvítar, ljósareyðar ella purpurlittar blómur og kann gerast einar 120 cm høg. Opium verður gjørt úr plantusevjuni, ið rennur úr fræhylkinum, tá ein flika verður skorin í tað. Rubinar og safirar eru ímillum mongu aðalsteinarnar, sum verða vunnir út í Norðurburma. Mong halda burmesisku rubinarnar vera teir fagrastu í heiminum, tí at teir hava ein so vakran djúpreyðan lit. Krystallrubinar eru ofta í kálkspatti. Í Burma er eisini nógv silvur, kopar, játa, blýggj, sink og tin, og har er nógv olja og gass. Tekk er harður viður, men góður at arbeiða og tí nógv eftirspurdur og væl egnaður til dømis til hurðar og vindeygu, húsbúnað og gólv. Í tekktrænum er olja, ið stendur ímóti vatni og verjir væl fyri rusti. Um 70 % av øllum tekkskógi í heiminum veksur í hálendinum í Burma; men so nógv trø verða feld, at verður ikki farið at gróðurseta av nýggjum, er tekkskógurin næstan týndur um 2010. Marquesasoyggjar. Marquesasoyggjar (franskt: "Îles Marquises" ella "Archipel des Marquises", marquesiskt: "Te Henua Kenana" ella "Te Fenua `Enata") eru oyggjabólkur í Franska Polynesia í Kyrrahavinum. Marquesasoyggjar hevur bara umleið 8600 íbúgvar. Fyrstu fólk, ið settu seg niður á Marquesasoyggjum fluttu av Sámoa um 100 f. Kr. Tá livdu tey mest av fiski, skjaldbøku og sjófugli; sum árini liðu, fóru tey eisini at dyrka jørðina. Tey bygdu sær hús á grótpallum og dyrkaðu gudar sínar í templum tætt við húsini. Marquesasoyggjar vóru fyrstu oyggjar í Polynesia, sum evropear granskaðu. Í 1567 fór spanski rannsóknarfarin Álvaro de Mendaña (1542 - oktober 1595) úr Callao í Peru í Suðuramerika at leita eftir oyggjum í Kyrrahavi. Árið eftir kom hann til Sálomonsoyggjar. Hann ætlaði at gera aðrar rannsóknarferðir og fáa fólk við sær at búseta seg á oyggjum í Kyrrahavi, tí fór hann aftur til Amerika at búgva seg út til eina rannsóknarferð afturat. Í apríl 1595 fór hann umsíðir av stað við um 380 monnum og konum innanborða. Loðsur á ferðini var portugisiski sjófarin Pedro Fernández de Quirós (1563 - 1615). Í juli komu tey til Marquesasoyggjar, har komu tey í bardaga við tey innføddu og drupu mong teirra. So var hildið fram, og á ferðini vestureftir leitaði Mendaña til fánýtis eftir Sálomonsoyggjum, men fann tær ikki og kom at enda til Santa Cruz. Ætlanir Mendañas miseydnaðust, og áðrenn árið var úti, doyði hann og mangir skipsfelagar hansara av hitasótt. Tony Bennett. Tony Bennett (3. august 1926; upprunaliga navn: Anthony Dominick Benedetto) er ein amerikanskur stórband/jazz-sangari. Í august mánaða 2006 fylti Tony Bennett 80 ár. Hann varð føddur í august 1926 í New York City. Upprunaliga leikpalsnavn hansara var italienska/amerikanska navnið Joe Bari, men sjónleikarin Bob Hope mælti honum til at brúka sítt egitð navn, í amerikanskum formi. Í áratíggju hevur hann verið ein tann best umtókti listarligi amerikanski sangarin í USA bæði millum áhoyrarar og starvsfelagar. Hann er sangarin við vakrastu útgávuni av "They Can´t Take That Away From Me" hjá George Gershwin, "In My Solitude" hjá Duke Ellington og "The Way You Look Tonight" hjá Jerome Kern. Phil McGraw. Phillip Calvin McGraw (føddur 1. september 1950 í Vinita í Oklahoma) er ein amerikanskur sjónvarpsvertur. Hann er kendur undir navninum Dr. Phil. Arnold Schwarzenegger. Arnold Schwarzenegger (føddur 30. juli 1947 í Thal í Styria, Eysturríki) var guvernørur í statinum Kalifornia í USA. Í 1980’unum og 90’unum var Schwarzenegger ein av teimum kendastu sjónleikarunum í heiminum. Hann var kendur fyri sínar væl umtóktu actionfilmar, sum til dømis “Terminator 2” og “Predator”. Hann gavst, tá hann gjørdist guvernørur í Kalifornia í 2003, men í 2012 byrjaði hann aftur sum sjónleikari við filminum “The Expendables 2”. “The Last Stand” í 2013 er hansara fyrsti høvuðsleiklutur í 10 ár. Fyri 2 ári síðani (í 2011) bleiv hann skildur frá konuni, Mariu Schiver, eftir at hann hevði viðgingið, at hann átti eitt barn við húshjálpini. Schwarzenegger varð heimskendur sum actionstjørna í filminum "Terminator" frá ’84. Í ’91 fylgdi hann hesum filminum upp við " og í ´03 kom seinasti filmurin, ", sum hann spældi við í. Eftir hetta varð sjónleikarin valdur til guvernør í Kalifornia og hann segði tí fyribils farvæl við Hollywoodheimin. CBS News vil vera við, at Arnold Schwarzenegger er ein av teimum mongu, sum er ímóti nýggju lóggávuni í Arizona í 2010, sum krevur, at innflytarar skulu hava pappír á sær, sum prógva, at teir hava loyvi til at búgva í USA. Dead Rising. Dead Rising er eitt zombie-spæl til XBOX 360 sum kom út í september 2006. Tað var kunngjørt tá, at spælið eisini fór at vera útgivið til Nintendo Wii. Spælið til Wii kemur at eita. Myndir vísa at tað er í sama umhvørvi sum XBOX 360-spælið, men hevur verri grafikk, og færri zombies á skerminum. Í spælinum er mann Frank West, ein myndafrásøgumaður sum leitar eftir einum scoop. Hetta hevur ført hann til ein lítlan bý (nevnt Willamette) í Colorado sum er fullur av zombies. Hann verður settur av av einari tyrlu, og er síðani fangaður í einum shoppingsentri. Grand Theft Auto IV. Grand Theft Auto IV kom út í apríl 2008 til Xbox 360 og PlayStation 3. Tað er tað fjórða í tí sera kontroversiellu GTA-røðini av spølum hjá Rockstar Games. The Sims 2 Stuff packs. Stuff packs eru eyka tilfar til The Sims 2 telduspælið, sum gevur møguleika fyri eyka klæðum, møblum og øðrum. Nevnast kunnu t.d. Happy Holiday! Pack, Family Fun Stuff og Glamour Life Stuff. The Sims 2: H&M Fashion Stuff. The Sims 2: H&M Fashion Stuff er ein eykapakki til The Sims 2. Umframt at brúka klæðir frá H&M, so ber eisini til at lata upp egnan H&M handil og skipa fyri H&M mótaframsýning. Hetta er fyrstu ferð, H&M brúkar telduspøl sum lið í sínari marknaðarføring. Nýggja Sims-spælið útkom 31. juni 2007 og varð ikki at fáa til keyps í handlunum hjá H&M, men einans í vanligum telduhandlum. Man má hava The Sims 2 fyri at spæla tað. It's a Wonderful Christmas. It's a Wonderful Christmas er triðja jólafløgan hjá Michael W. Smith. Henda fløgan kom 16. oktober 2007. Fløgan er jólalig sum hon eigur, men Michael W. Smith hevur gjørt serliga nógv burturúr at fáa jólastemningin fram. Fløgan er ein bland av jólasálmum og poppi við fleiri instrumentalløgum. Sangurin "Christmas Day" syngur hann duett saman við American Idol vinnaranum Mandisa (Mandisa Lynn Hundley). Fable 2. Fable 2 er eitt telduspæl sum kemur út til Xbox 360 í oktober 2008. Fable 2 er eftirfylgjarin til Fable sum kom út á Xbox í 2004. Sum í tí fyrsta spælinum, so vera spælarar ein hetja sum broytist alt eftir hvat spælarin ger. Mann kan vera ein góð hetja, ein óndur brotsmaður, ella okkurt mitt ímillum. Nøkur nýggj ting koma til hesa útgávuna, so sum ein hundur, møguleikin at spæla sum maður ella kvinna, og ymiskt annað. Fable 2 verður at fáa sum Limited útgáva, har mann fær ymisk eyka ting. Í henni er ein serligur diskil við eyka materiali, ein Hobbe-figurur, eitt eyka svørð og dungeon í spælinum og fimm "Fate Cards". Tann 13. august kemur Fable 2 Pub Games. Hetta er eitt kasino spæl á Xbox Live Arcade sum kostar umleið $10 (50 kr). Peningur sum verður vunnin í hesum spælinum kann brúkast í Fable 2. Fable 2 kemur út til Xbox 360 tann 21. oktobur. Tað kemur at kosta $60 (300 kr) fyri tað vanliga spælið, og $80 (400 kr) fyri Limited útgávuna. Kaðalmaðurin. Kaðalmaðurin (enskt: "The Cable Guy") er ein amerikanskur skemtifilmur úr 1996. Høvuðsleikarar í filminum eru Jim Carrey (Ernie "Chip" Douglas), Matthew Broderick (Steven M. Kovacs) og Leslie Mann (Robin Harris). Filmurin er framleiddur í USA. Søga. Steven er fluttur inn í eina nýggja íbúð og skal hava kaðalsjónvarp lagt inn. Vanliga ber tað til, bara at geva innleggjaranum nakrar krónur, so fært tú atgongd til allar rásir. Men Chip vil ikki hava pengar. Hann vil hava vinalag. Óansæð hvat tað kostar! Jim Carrey. James Eugene "Jim" Carrey (føddur 17. januar 1962 í Ontario) er ein amerikanskur-kanadiskur filmsleikari. Í februar mánaði í 2010 gjørdist 48 ára gamli Jim Carrey abbi. Dóttir hansara átti ein son. Katrin Olsen. Katrin Olsen (fødd 5. januar 1978 í Tórshavn) er ein føroysk ítrottakvinna í rógving. í 2008 rói hon fyri Danmark á Olympisku leikunum í Beijing, saman við Juliane Elander, og tær komu til hálvfinaluna, men tær lógu sum nr. fýra, tá tær róu í mál i halvfinaluni. (Bert tey trý bestu koma til finaluna.) 1997. Føroyameistari 6-mannafør kvinnur við bátinum Jarnbardur 1999. Føroyameistari 6-mannafør kvinnur við bátinum Jarnbardur 2002. 5. oktober 2. pláss í danska meistaraskapinum í Bagsværd, Danmark, í lættvekts dupult-fýrara The Passion of The Christ. The Passion of The Christ er ein amerikanskur filmur um 12 teir seinastu tímarnar av lívi Jesusar. Filmurin hevur fingið sera nógva umrøðu í heimspressuni. Summi eru bergtikin, onnur vónbrotin. Onkur heldur filmin lýsa líðingarsøguna væl, onnur halda, at ov nógv blóð og pína eru í filminum. Filmurin byrjar í Getsemane urtagarði, har Jesus eftir seinastu kvøldmáltíðina er farin við lærusveinum sínum at biðja. Her stendur hann ímóti freistingum Satans og verður síðani svikin av Judasi. Jesus verður síðan leiddur fram fyri rómverska landshøvdingan Pontius Pilatus, sum skjótt varnast, at talan er um politiskar stríðsspurningar, og sendir Jesus til Heródes. Heródes sendir Jesus aftur til Pilatus, sum gevur fólkinum valmøguleikan at leysgeva Jesus ella brotsmannin Barrabas. Fólkið velur Barrabas, og Jesus verður givin upp at verða krossfestur. Tað er Mel Gibson (føddur 3. januar 1956 í New York), sum bæði hevur skrivað og leikstjórnað filmin, ið hevur elvt til rættiliga øsing millum fólk. Handritið er skrivað í samstarvi við Benedict Fitzgerald, sum er kendur fyri eitt nú filmarnar, Wise Blood (1979), In Cold Blood (1996), Heart of Darkness (1994) og Zelda (1993). Allir leikararnir tosa tað málið, sum varð nýtt í tíðini, tá hendingarnar fara fram. Jesus og lærusveinarnir tosa arameiskt, eins og jødarnir. Romarnir tosa latín. Grikst varð eisini tosað har um leiðir, men tá á døgum varð tað vanliga bara nýtt av teimum intellektuellu, og er tí ikki at hoyra í filminum. Filmurin er tikin upp í Italia. Sjálv krossfestingin varð filmað í vakra býnum, Matera, meðan senan har Judas varð hongdur varð filmað í Craco í sunnara parti av Italiu. Jerúsalem er í filminum skapaður við eini stórslignari pallmynd og er konstrueraður á vælkenda Cinecitta Studio, sum liggur í útjaðaranum av Rom. Hetta bergtakandi pallkompleksið, sum kendi pallmeistarin, Francesco Frigeri og set-prýðarin, Carlo Gervasi, hava gjørt, umfatar eisini templið, har rættargongd Jesusar fór fram, garðin, har tær ymisku dómsviðgerðirnar vóru og staðið, har Jesus varð pískaður og píndur. Høvuðsleiklutin sum Jesus, hevur James Caviezel. Hinir leikararnir eru, Monica Bellucci, Claudia Gerini, Maia Morgenstern, Sergio Rubini. Við filminum, The Passion of The Christ, hevur Mel Gibson sett eina feita striku undir síni evni sum filmsframleiðari. Eingin vildi geva filmin út, áhugin at fíggja var heldur ikki til staðar, og avgjørt eingin trúði, at hesin filmur kom at vinna so nógvan pening. Men Gibson trúði uppá filmin, sum nú vísir seg at fara at verða ein av størstu eydnufilmunum í søguni. Um Gibson ikki ristist á hondunum, tá hann skrivaði filmin, so hevur filmurin rist heimin. Tíðindi frættust um tveir prestar, sum kollapsaðu, tá tey sóu filmin. Fleiri eru eisini kropin til krossin og farin til løgregluna fyri at melda áragomul brotsverk. Maudland. Drotning Maudland ella bara Maudland (norskt: "Dronning Maud Land") er eitt norskt hjáland í Antarktis. Eyðkvæmi. Eyðkvæmi ella AIDS er sjúka sum stendst av HIV-ígerð, sum beinir fyri mótstøðuføri likamsins. Fyrstu tilburðirnir skrásettir í 1970-árunum. Eingin heilivágur er enn at fáa ið kan viðgera ein sjúkling fyri eyðkvæmi, men síðani 1995 hevur borið til at fingið heilivág ið ger at sjúkan ikki er eins deyðilig, sokallaður lívsleingjandi heilivágur. Heims Heilsustovnurin (enskt "World Health Organization") sigur frá, at 14 milliónir afrikanarar eru longu deyðir av AIDS, og at 10 milliónir børn eru blivin foreldraleys. Víðari verður sagt, at HIV/AIDSpestin er so umfatandi, at 1/3 av børnum í Afrika undir 15 ár – koma at doyggja av AIDS. Fyri stuttum frættist eisini, at AIDS ger um seg í Kina við rúkandi ferð. Malaria. Malaria ella kaldsótt er ring hitabeltissjúka. Malaria er avgomul sjúka, sum smittar við Anopheles-mýggjabitum. Krevur enn ógvuliga mong mannalív. Plátuspælari. Plátuspælari er tól, sum endurskapar ljóð úr eini langari, samanhangandi foyru á eini plátu. Thomas Edison uppfann fonografin í 1877, har foyran er løgd á ein súlindara. Í 1887 uppfann Emile Berliner gramofonina (úr forngrikskum γράφειν "gráphein", skriva, og φωνή "phōné", ljóð), sum trokaði fonografin burtur fyrst í 1900-talinum. Á føroyskum verður orðið plátuspælari brúkt um nýggjari, elektrisk tól, meðan gomul tól vanliga verða nevnd við gamla heitinum grammofon. Pláturnar hava 4 ymiskar snúðningsferðir, 78, 45, 33 ella 16 snúðningar um minuttin. Fyrst í 1900-talinum vórðu 78-plátur tær einastu. Men seinni vóru tær trokaðar burtur av 45 og 33. 16 bleiv ongantíð serliga vanligt. 78-pláturnar eru gjørdar úr skellakki, meðan 45- og 33-plátur eru gjørdar úr vinyli. Millum annað av tí at skellakk og vinyl eru sera ymisk í herðslu, skulu pláturnar hava rættiliga ymiskar nálir. Í oktober 1982 komu feløgini Philips og Sony á marknaðin við Compact Disc, stytt CD og ofta nevnt fløga á føroyskum. Hendan mundi troka plátuna burtur síðst í 1990'unum, men plátan er blivin eitt sindur vanligari nú, enn hon var fyrst í hesi øldini. Sølumiðstøð. Sølumiðstøð er miðstøð við handlum av ymsum slag. Dinosaurur. Dinosaurar, ella dinosavrar, eru ein bólkur av útdeyðum risastórum skriðdjórum. Dinosaurar ráddu uppi á landi í nógv milliónir ár, frá triastíð til seinast í krittíð (146-65 m.á.s.). Tyrannosaurus rex var størsti dinosaururin, ið át kjøt. Hann er størsta ránsdýr, sum nakrantíð hevur livað á landi, tað nakar veit um. Hann var næstan 12 m langur og 6 m høgur, tá ið hann stóð á afturbeinunum. Tyrannosaurus rex hevði stórar, bogaðar tenn og sterkan undir- og yvirkjaft og hvassar kløur á tónum. Hann jagstraði helst aðrar dinosaurar, sum livdu í flokki og ótu plantur, og tók teir smæstu og veikastu burturúr, umframt at hann át ræ av dinosaurum. Hornutur dinosaurar varð til í krittíðini. Hann át plantur og hevði horn av beini, og stóran beinkraga um hálsin og herðarnar, sum vardi hann, legði okkurt ránsdýr á hann. Triceratops var ein av teimum seinastu dinosaurunum og doyði ikki út fyrr enn seinast í krittíðini. Nógvir granskarar eru sannførdir um, at tað var ein risameteorur, sum beindi fyri dinosaurunum fyri 65 mill. árum síðani. Nevaleikur. Nevaleikur, eisini nevndur boksing, er dystur millum tveir leikarar við nevasløgum eftir serstøkum reglum. Hebraiskt mál. Hebraiskt (hebraiskt עִבְרִית "Ivrit") er eitt Semitiskt mál úr Afro-Asiatisku málættini. Mentanarliga er tað mett at vera "málið hjá jødunum", men onnur jødisk mál, so sum Jiddisj og Ladino finnast í jødisku diasporuni, og hebraiska málið verður eisini nýtt av ikki-jødum, so sum samáriabúgvum. Hebraiskt er móðurmál hjá góðum 6 500 000 fólkum, harav um 5 300 000 í Ísrael og um 200 000 í USA. Ikki beinleiðis eftirkomari eftir klassiskum hebraiskum ella bíbliuhebraiskum. Meginparturin av Gamla Testamenti er skrivaður á klassiskum hebraiskum, sum er átrúnaðarligt mál hjá jødum og samáriabúgvum. Hebraiska stavraðið. "Shin" og "sin" eru sami bókstavur, ש, men ímynda tvey ymisk fonem. Teir eru ikki sínámillum allofoniskir. Tá ið diakritisk sjálvljóðstekn verða nýtt, verða hesi bæði fonem sundurgreinað við einum "shin"-prikki ella "sin"-prikki; "shin"-prikkurin er omanfyri høgra horn á bókstavinum, og "sin"-prikkurin omanfyri vinstra horn á bókstavinum. Upprunaliga hevði hebraiskt skriftmál ikki sjálvljóð, men seinni, onkuntíð eftir ár 200 e.kr. vóru sjálvljóð løgd aftrat við at seta prikkar ella strikur omanfyri, ímillum ella niðanfyri hjáljóðini (konsonantarnar), tann sokallaða "niqqud-skipanin". Prikkar verða tó oftast ikki brúktir uttan í barnabókum, bønarbókum, fremmandaorðum og orðum við tvítýddari úttalu. Ísraelskt-hebraiskt hevur fimm sjálvljóð (i e a o u) men væl fleiri bókstavir at lýsa tey. Nota 1: Sýmbolið "O" umboðar einhvønn hebraiskan bókstav (hjáljóð). Nota 3: "Dagesh", "mappiq", og "shuruk" hava ymsar funktiónir, sjálvt um tey líkjast av útsjónd. Nota 4: Bókstavurin ו ("vav") er brúktur tí at hatta kann bara verða ímyndað av honum. John Michael Talbot. John Michael Talbot, (f. 8. mai 1954) er ein amerikanskur rómversk-katólskur munkur, tónleikari, sangari og sangskrivari, sum er føddur 8. mai 1954 í Oklahoma City, Oklahoma, USA. Hann er ógvuliga væl lýddur í katólsku kirkjuni. Hann hevur eisini grundaði eitt kleystur, "The Brothers and Sisters of Charity", í Eureka Springs, Arkansas, USA, sum er knýtt at fransiskanaraordaninum. Sí eisini. Katólsk kirkja í Føroyum Keldur. "Simplicity" (with Dan O'Neill) — (Troubadour For The Lord) ISBN 0-89283-635-0 og er heimsins størsta kirkja. Péturskirkjan (latín: "Basilica Sancti Petri") er dómkirkja pávans í Vatikanríkinum í Róm. Pæturskirkjan er heimsins størsta kirkja. Hon hevur skap sum krossur og er 212 metrar long og 133 metrar høg. Hválvið á Pæturskirkju er stívliga 120 m uppi yvir kirkjugólvinum. Hon varð vígd í 1626. Í 150 ár stóð vakra Pæturskirkjan í gerð. 10 ymsir byggilistafrøðingar vóru uppií, áðrenn liðugt var. Bramante var fyrstur, Michelangelo teknaði tað stórfingna hválvið, og byggilistamaðurin og myndahøggarin Bernini myndaði kirkjuna innan og stásiliga torgið uttanfyri. Í Pæturskirkju eru vøkur listaverk m.a. marmarastandmyndir og brotamyndir á vegginum. Rómversk-katólska kirkjan. Tann Rómversk-katólska kirkjan er størsti trúarbólkur í heiminum og tann langstørsta kristna kirkjan. Kátolska kirkjan er ein heimsumfatandi felagsskapur av kristnum, ið telur uml. 1 160 000 000 limir í 2010. Bispurin í Róm (pávin), ið verður roknaður sum eftirfylgjari Pæturs, ápostul, er sjónliga tekinið um einleika kirkjunnar. Katolikkar trúgva, at høvur kirkjunnar, pávin, er umboðsmaður Guds á jørð. Í trúarmálum er hann hægsti myndugleiki. Ein útsøgn frá pávanum, tá ið hann úttalar seg "ex cathedra" (latín: "úr læristólinum") um trúgv og siðalæru, er lýtaleys. Pávin býr í Vatikanríkinum, sum er elalítið sjálvstøðugt ríki í Róm. Katólska kirkjan er um allan heim og er høvuðstrúgvin í m.a. Fraklandi, Meksiko, Eysturtimor, Póllandi, Írlandi og mongum øðrum londum. Nógvir katolikkar ganga til messu sunnudag, og teir kunnu játta presti syndir sínar. Teir hava serliga stóra virðing fyri Mariu Moy, móður Jesu, og biðja bæði hana og onnur halgimenni um forbønhjá Gudi. Halgimenni eru kristin fólk, sum hava liðið í blóðvitnisdeyða, ella tey eru eftir sítt kristna lív tikin upp í Guds ríki. Katólska kirkjan hevur 7 sakramenti: dópur, altargangur, ferming, bótarinnar sakramenti, salving teirra sjúku, hjúnalag og prestavígsla. Altargangsgudstænastan eitur "messa". Kirkjan er býtt sundur í bispadømi undir leiðslu av einum bispi. Bisparnir hava lærumyndugleika. Uppgávan hjá kirkjuni er at boða boðskapin. Skrivliga keldan er Bíblian. Harumframt hevur kirkjan munnligar keldur, ið røkka aftur til frumkirkjuna. Trúarjáttanin, ið kirkjan nýtir, stavar frá konsiliinum í Nikæa og Konstantinopel. Til tess at loysa átrokandi andaligar og sosialar uppgávur innan kirkjuna, ella í samfelagnum sum heild, loyvir kirkjan teimum trúgvandi at liva í felagsskapi við serligum reglum (til dømis lyfti um at liva ógift, í lýdni og í persónligum fátækradømi). Fransiskanasystrarnar eru eitt dømi um hetta. Gudstænastumálið er vanliga móðurmálið, men latín, sum fyrr varð brúkt, kann eisini nýtast. Katolikkar nýta "rósukransin", eitt perluband, at hjálpa sær, tá ið teir biðja. Teir biðja eina bøn fyri hvørja perluna. Fremst av halgimenninum er Maria moy. Beijing. Bejing (fyrr Peking) er høvuðsstaður í Kina, og hevur umleið 20,6 mió. íbúgvar. Beijing er miðdepil fyri ríkisfyrisiting, fíggjarviðurskiftum, skúlaverki og flutningi í Kina, landinum, har væl fleiri enn ein milliard fólk býr, og í fleiri enn 30 býum búgva meiri enn ein millión fólk. Telur tú útjaðaran uppí, búgva stívliga 21,1 mió fólk í Beijing í 2014. Fólkatalið veksur skjótt. Vestar- og norðarlaga er bústaðarøki og lærdi háskúlin í Beijing. Ídnaðarøkið er eystanfyri miðbýin. Tjóðarhátíðir og halgidagar verða hildnir á Tienánmen-torginum (Himmalfriðar-torginum) mitt í gamla býarpartinum. Elstu býarpartarnir eru í veruleikanum tveir býir, hvør gyrdur inn við múrum: Ytri- og Innaribýur. Í 2008 vóru OL-summarleikirnir í býnum. Ófriður. Í 1989 savnaðust hundraðtúsundtals studentar á Tian'an-men-torginum ("Himmalfriðartorginum") í miðbýnum í Beijing at vísa ónøgd sína við myndugleikarnar í Kina og krevja fólkaræðiligar nýskipanir. Kinverska stjórnin sendi herin at steðga mótmælistiltøkunum. Hildið verður, at eini 1000 fólk doyðu, tá ið herurin legði uppí. Dálking. Luftdálkingin í kinesiska høvuðsstaðnum er so umfatandi, at heilsuvandi er fyri íbúgvarnar í milliónabýnum. Kinesiski høvuðsstaðurin, Beijing, hevur í 2014 tann ivasama heiðurin at verða tann næstskitnasti býurin í heiminum. Luftdálkingin er so umfatandi, at tað næstan ikki er búgvandi í kinesiska høvuðsstaðnum, um heilsan hjá teimum 11,5 milliónum íbúgvunum ikki skal vera í vanda. Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing, ið tveir ymiskir samfelagsvísindaligir bólkar hava gjørt, og sum nú er kunngjørd. Umfatandi luftdálkingin í Beijing hevur longu kostað kinesiska samfelagnum nógvan pening. Líkt er eisini til, at meira peningur má brúkast, til tess at basa dálkingini. Politiskir leiðarar í Kina eru til reiðar at játta slakar 8 milliardir krónur til ein grunn, sum skal fáa bilbugt við luftdálkingini í býnum, sum nú er tann næstskitnasti í heiminum. Sambært almennu, kinesisku tíðindastovuni, Xinhua, er ætlanin at steingja 300 verksmiðjur í Beijing, so luftdálkingin í kinesiska høvuðsstaðnum kann basast. Luftdálkingin hóttir eisini ferðavinnuna í Beijing. Tað eru ikki bert íbúgvarnir í Beijing, sum eru í vanda orsakað av ógvusligu luftdálkingini. Luftdálkingin hóttir eisini ferðavinnuna í Kina, einamest í Beijing. Fyrra hálvár í 2014 fall talið av ferðafólki í Beijing við 14 prosentum, samanborið við fyrra hálvár í 2013. Kinesiskir fjølmiðlar skriva, at luftdálkingin er orsøk til minkingina. Í januar í 2014 var luftdálkingin í Beijing 40 ferðir størri enn loyvdu markvirðini hjá heimsheilsustovninum, WHO. Ólavur Engelbrektssonur. thumb Ólavur Engelbrektssonur (føddur um leið 1480 á Trondenesi, doyði 7. februar 1538 í Lier, Belgiu), ella Olav Engelbrektsson, var seinasti rómverska-katólska erkabiskupurin í Noregi 1523–1537. Hann læt ein borgur byggja á Steinvikholminum við Skatval í Trondheimsfirði 1525–1532. Fleiri uppskot um norsk loysning frá Danmarkar kom frá Engelbrektssyni. Nær siðaskiftið, ella trúbótin (síggj: Martin Luther), kom til Norges, fór Engelbrektsson til Belgiu. Han doyði har í 1538. Alan Jackson. Alan Jackson (føddur 17. oktober 1958 í Newnan í Georgia, USA) er ein amerikanskur countrysangari og tónaskald. Hann hevur selt tilsamans 50 milliónur fløgir. Alan hevur vunnið 1 Grammy Award. Hansara mest kendu sangir eru «Chattahoochie», «Little Bitty», «The Talking Song Repair Blues», «Summertime Blues», «Five o'clock somewhere» og «Where Were You (When the World Stopped Turning)». Precious Memories. Precious Memories er 19. fløga hjá amerikanska Alan Jackson og varð givin út í februar 2006. Saman við komuni Denise valdi Alan Jackson 15 av góðu gomlu gospel songunum og sang teir inn til mammu sina, sum ofta hevði spurt Alan, nær hann fór at geva eina gospel fløgu út. Lort í býin. Lort í býin er vorðið eitt væl kent fyribrigdi. Tey bæði Meyla og Knøttur eru frontfigurar, og tiltøk og framførslur byggja á hugsjónina um ikki at dálka. Heitið er sprottið úr umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu. Fyrsta framførsla hjá Meylu og Knøtti var í SMS í Havn í samband við 50 ára føðingardagin hjá barnablaðnum Strok. Síðan hevur hetta breitt seg sum ringar í vatni. Børn í øllum Føroyum hava tikið hesi bæði til sín, og fleiri stórar framførslur hava verið í Norðurlandahúsinum fyri fullsettum húsum, umframt at tey ferðast ymsa staðni runt í Føroyum at hava framførslur. Nú er fløga við ellivu bæði gomlum, væl kendum og spildurnýggjum sangum komin út. Lort í býin (fløga). Lort í býin er fløga hjá føroyska Lort í býin og varð givin út í 2007. Beinta Johannessen, blaðstjóri á Strok, hevur lagt til rættis og samskipað. Sangirnir á fløguni eru: Slikk sjúk, Lort í býin, Heilt aleina, Upp á tá, Gott ókeypis bað, Eitt ár størri, Púra vekk, Eg eri sum eg eri, Vinalag, Strok-sangurin og Eg havi frí. Orðini til sangirnar eiga: Eyðfinn Jensen, Kári Jacobsen, Elin á Rógvi, Steinbjørn B. Jacobsen, Tór Verland Johansen, og Jens Marni Hansen. Løgini eiga: Kári Jacobsen, Eyðfinn Jensen, Jens Marni Hansen, Kristoffur Mørkøre, Jóhannus á Rógvu Joensen og Tór Verland Johansen. Tey, ið syngja eru fyrst og fremst "Meyla" (Elin á Rógvi), "S´marni" (Jens Marni Hansen), "Jógvan Líggjas" Jóannes Lamhauge og "Knøttur" (Bárður Persson). Jóannes Lamhauge hevur gjørt húsan, og Per á Hædd og Finnur Justinussen hava tikið myndirnar. Fløgan fæst til keyps kring landið, og kostar 169,- krónur. Tað er Bókamiðsølan, sum stendur fyri søluni av fløguni. Stava við Lugo. Stava við Lugo er lærandi og mennandi føroysk telduspæl við fýra uppgávusløgum, myndum og teknifilmi. Lugo er ein animeraður 3D figurur, sum hjálpir barninum at stava. Í teimum fýra uppgávusløgunum eru 20 uppgávur til hvørt uppgávuslag, umframt 20 putlispøl og myndir at skriva út. Barnið fær góða vegleiðing, meðan spælt verður. Stava við Lugo kom út í 2002. Tony Blair. Tony Blair (føddur 6. mai 1953 í Edinburgh í Skotland) er fyrrverandi bretskur politikari. Hann var forsætisráðharri í Bretlandi í 10 ár (2. mai 1997 til 27. juni 2007). Hann ruddaði marxismuna úr Arbeiðaraflokkinum. Hann fekk enda á 18 ára longum konservativum stýri og vann trý val á rað. Eftirmaður hjá Blair í embætinum sum forsætisráðharri gjørdist Gordon Brown. Tony Blair sat við valdið í tíggju ár frá 1997 til 2007. Hann sigraði tríggjar ferðir og er tískil leiðarin við besta byrinum í Labour flokkinum. Hann brakaði ígjøgnum og blásti nýtt lív í flokkin. Blair lovaði at nútímansgera og sameina Stóra Bretland og eftir tíggju ár við valdi, er Bretland vorðið ríkari, men munurin millum fátæk og rík er nógv vaksin. Tony Blair hevði í valstríðnum lovað at pussa teir bretsku stovnarnar upp, sum til dømis skúlaverkið og heilsuverkið. Hetta eydnaðist, og fram til 2003 var Tony Blair ógvuliga væl umtóktur. Avgerðin at fara í kríggj í Irak vendi øllum upp og niður og Blair skilti ikki mótstøðuna. Fyri hann hevði tað verið ómoralskt ikki at stuðla sameinda USA. Sarah Palin. Sarah Louise Palin (fødd 11. februar 1964 í Sandpoint, Idaho) var guvernørur í Alaska frá desember 2006 til juli 2009. Hon hevur verið varaforsetaevni hjá republikanska forsetavalevninum John McCain í 2008. Síðani tá hevur hon millum annað verið politiskur viðmerkjari hjá Fox News og havt sína egnu sjónvarpssending, nevnd "Sarah Palin's Alaska". Hon varð fødd í Idaho, men vaks upp í Alaska. Palin útihýsur ikki, at hon fer at stilla upp til forseta valið í 2016. Hon er í løtuni fremsta talskvinnan hjá teirri sokallaðu Tea Party-rørsluni, sum savnar misnøgdar amerikanarar og serliga republikanarar ímóti Barack Obama, forseta og hansara politikki. Sarah Palin hevur av fyrstani tíð verið ein persónur, ið fólk antin elska ella hata. Serstakliga høgravend, byrsuskjótandi og sterkt ímóti fosturtøku og líknandi etiskum málum. Nú tá hon leggur frá sær, er hon blivin meira kontroversiel enn nakrantíð. Antin er tað gott, at hon leggur frá sær, tí at fjølmiðlarnir gera, at hon ikki fær arbeitt. Ella eisini er tað vánaligt av henni, at hon rennur undan ábyrgd, nú tá tað sær myrkt út fíggjarliga. Harafturat er Palin í seinastuni ákærd fyri, at bera seg skeivt at í fleiri førum, og misbrúkt valdið, sum hon hevur sum guvernørur - tó at hon og viðhaldsfólk hennara siga, at hetta er ein veruleikafjar forfylging av henni. Sarah Palin sigur at hon er í iva um mannaættin er orsøkin til veðurlagsbroytingarnar sum henda nú. Republikanski Flokkurin hevur í nógv ár havt sum sjónarmið at mannaættin ikki er orsøk til at heimurin gerst heitari. Flokkurin hevur millum annað mett at óneyðugt er at avmarka oljunýtsluna í USA. Flokkurin hevur havt eina støðu har tey hava sagt at tey siga at mannaættin ikki er orsøk til at heimurin gerst heitari, og at vit bara kunnu brúka so nógv bensin sum tað passar okkum, tí jørðin tilpassar seg. Guvernørur. Sarah er tann fyrsta kvinnan í guvernørsessinum í Alaska. Hon er 46 ára gomul, og hon hevur verið guvernørur í Alaska í 5 ár. Sarah skrivaði amerikanska søgu, tá hon 4. desember í 2006 varð vald til ellivta guvenørin í statinum Alaska. Ikki bara er hon fyrsta kvinnan í tí starvinum, hon er eisini yngsta fólk, sum er vald í starvið. Sarah Palin hevur sum guvenørur lagt dent á útbúgving, heilsumál, trygd og undirstøðukervi. Hon er hart í móti fosturtøku, hon vil ikki hoyra talað um, at samkynd sleppa at giftast, og hon er limur í NRA, sterka felagsskapinum, sum virkar fyri, at amerikanarar sleppa at bera skotvápn. Fyrrverandi varaforsetaevni og guvernørurin í Alaska, Sarah Palin, boðaði 3. juli 2009, at hon ætlar at leggja frá sær sum guvernørur í Alaska. Palin leggur frá sær 26. juli 2009, og tá tekur varamaður hennara, Sean Parnell, við sum guvernørur. Palin hevur ikki sagt nakað um, hví hon ætlar at leggja frá sær. At leggja frá sær skuldi hjálpt, av tí at hon so fær betri tíð til fjølmiðlar og bøkur, meðan tað hinvegin kann vera skaðiligt, av tí at hon tykist blaka ábyrgd frá sær. Aðrir eygleiðarar gita, at hon ætlar sær úr politikki, av tí at hon ikki maktar áhaldandi álopini, krøvini um at vera ein konservativ ímynd, ferðast kring landið, vera mamma og guvernørur í Alaska. Ukreina. Sarah Palin segði í 2008, at Barack Obama var so veikur, at Russland fór at gera innrás í Ukreina. Í einum kjaki í valstríðnum við Joe Biden, sum stillaði upp saman við Obama í 2008, varð Sarah Palin spurd um møguligar kreppustøður, sum fóru at taka seg upp, um Obama bleiv amerikanskur forseti. Hetta var valið, tá Barack Obama stillaði upp og varð valdur til forseta í USA. "Tá russiski herurin gjørdi innrás í Georgia, var Obama senatorur alt annað enn avgjørdur. Hansara aftursvar var av tí slagnum, sum bara kann eggja Russlandi til at gera innrás í Ukreina næstu ferð", segði Palin. Støðan er spent á ukreinsku hálvoynni Krim í mars 2014, har russiski herurin hevur tikið ræðið. Gallup. Veljarakanningar í Alaska vilja vera við, at Palin var serstakliga væl dámd áðrenn hon bleiv varaforsetaevni í 2008, tá eini 93 % av íbúgvunum í Alaska stuðlaðu henni. Nýggjar kanningar vísa tó í 2013 at stuðulin er fallin niður á 54 %. Palin boðaði frá, at hon helt tað var skeivt av henni, at halda fram sum guvernørur í Alaska, av tí at hon ikki stillar uppaftur í ár 2010. Nýggjastu veljarakanningarnar í 2014 vísa, at Palin er verri dámd enn nakrantíð, og framvegis spjaðir amerikanska fólkið. 53 % dáma ikki Palin, 40 % dáma hana, meðan 70 % av republikanarunum dáma hana. Bayonetta. Bayonetta er eitt nýtt 3D action spæl, ið verður gjørt til Playstation 3 og Xbox 360. Tað serliga áhugaverda við hesum spæli, er at tað verður framleitt av PlatinumGames, undir leiðslu av Hideki Kamiya. Maðurin hevur stórar royndir á økinum. Hann er upprunaligi skaparin av vældámdu Devil May Cry-røðini, men hevur als ikki havt nakað at gjørt við eftirfylgjaranar. Eftirsum at Hideki nú ger eitt nýtt spæl í somu genru sum Devil May Cry, vænta fólk sær eitt slag av "andaligum eftirfylgjara" til upprunaliga spæl hansara. Enn er ikki nógv kunning komin um spælið, men vit vita at høvuðspersónurin er ein heks, við revolvarum á bæði hondum og føtum. Og so segði Hideki okkurt gátuført um at hár hennara er deyðiligt. Bayonetta kemur út í 2009. Ein stuttur CG trailer kann síggjast á. Minná og tey. Minná og tey (enskt: "Fifi & the Flowertots") er bretsk teknifilmsrøð fyri smábørn. Minná er ein glað og forvitin genta, sum býr í einum litføgrum urtagarði saman við vinunum. Hvønn dag hendir okkurt stuttligt í urtagarðinum. Hóast hon eitur Minná Gloym-Meg-Ei, so gloymir hon altíð okkurt. Framleiðari: Keith Chapman, Framleiðsla: Chapman Entertainment og HiT Entertainment, 2005. Little Rock. Little Rock er høvuðsstaðurin og størsti býurin í Arkansas. Eyknevni er "Kletturin" (enskt: "The Rock"). Í 2018 hevði býurin um leið 197 868 íbúgvar. Áin Arkansas rennur fram við býnum. Jens Lisberg. Jens Lisberg er millum fólkakærastu sangarar í Føroyum. Sum forsangari í Tvørábólkinum Sputnik, var hann í mong ár fastur táttur í kvøðuljómasendingunum. Eftir drúgvan steðg roynir hann seg á egnum beinum. Hann spælir countrytónkleik. Jens er faðir songkvinnuna Kristel Lisberg. Í 2008 gav Jens Lisberg fløguna Hope útgávufelag: Tutl, og á henni eru 12 løg. Dong Hoi Floghavn. Đồng Hới Floghavn (vjetnamesiskt: "Sân bay Đồng Hới") er ein flogvøllur í Dong Hoi, Quang Binh, Vjetnam. Í sínum núverandi líki varð flogvøllurin gjørdur frá 2004 til 2008, men økið varð nýtt til lendingarpláss í 1930-árunum av franska herinum. Undir Vjetnan-krígnum varð økið nýtt av Norðurvjetnam. Flogvøllurin liggur umleið 500 kilometrar í ein landsynning av høvuðsstaði Vjetnams, Hanoi. Landingar- og startbanin er 2400 metrar langur og 45 metrar breiður, og flogfør av slagnum Airbus A320 kunnu lenda har. FAROE5. FAROE5 er føroyskur gentubólkur. Poppbólkurin FAROE5 varð samansettur eftir eini audition í apríl í 2008. Tveir mánaðir seinni var fyrsta stakfløgan "Bara 1 Spæl" givin út, og hon gjørdist størsta føroyska summarhittið tað árið. Útgávan er gjørd í samstarvi við MESS ungdómsblaðið. Næsti sangurin á fyrstu stakfløguni við FAROE5 eitur "Tú fert altíð at vera har". Fløgan fæst ókeypis hjá Gelluni í SMS. Debut útgávan hjá FAROE5 kom út hósdagin 5. juni 2008. Hetta er júst tveir mánaðir eftir at upptøkuroyndin til bólkin fór fram tann 5. apríl 2008. Tvær útgávukonsertir vóru hildnar í SMS, við umleið 1.200 áhoyrarum hvørja ferð. Á sumri 2009 upptrakkaði FAROE5 á flestu føroysku festivalunum, og staðfesti seg tá sum ein tann mest undirhaldandi bólkurin í landinum. FAROE5 upptraðka bæði á stórum sum smáum konsertum, og á dansistøðum við egnum tilfarið, umframt nøkrum av tíðarinnar heitastu altjóða hittum. Sangurin "Bara 1 Spæl" kom fyrstu vikuna inn á 5. plássið á 15 Teim Bestu, sum er hitlistin hjá Kringvarpinum. Næstu vikuna gjørdist sangurin nummar 2, og triðju vikuna atkvøddu lurtarnir hjá útvarpinum "Bara 1 Spæl" upp á ovasta tindin. FAROE5 varð kosin "Besti Nýggi Bólkur" á Planet Awards 2008. Tær fimm í Faroe 5 eru Jónvá Ellingsgaard, Lillian Dalsgaard, Asta Højgaard, Ragnhild Dam og Vígdis Fjallstein. PETA. PETA ("People for the Ethical Treatment of Animals") er amerikanskur djóraverndarfelagsskapur. Leiðari er Ingrid Newkirk. PETA verður ofta umtalaður sum ein bólkur, sum tekur ov grovar metodur í brúk, fyri at røkka endamáli sínum. Og summi seta spurnartekin við hetta endamál yvirhøvur. Djóravernd. Djóravernd er tað at verja djór fyri ringari viðferð. Í Føroyum er ein djóraverndarfelagskapur, nevnliga DVF (Djóraverndarfelagið), ið varð stovnaður í 1975. Sink. Sink (latín: "zink") er tað 30. frumevni í tí skeiðbundnu skipanini og hevur tað evnafrøðiliga súmbolið Zn. Undir vanligum hita- og trýstviðurskiftum sær hetta yvirgangsmetallið út sum eitt ljóst blágráligt metal. Týdningur av sinki fyri kroppin. Sink er partur av fleiri enn 200 enzymprosessum í kroppinum og er tískil eitt sera týðandi evni fyri kroppin. Eisini er sink ein týðandi antioxidantur, ið styrkir um immunverjuna, húðina, neglirnar og beinagrindina. Um tú hevur hvítar plettir á neglunum ella hevur veikan smakk- og luktisans, kann hetta koma av sinkmangli. Fólk hava eisini størri tørv á sinki í stressaðum tíðum og tá sukurnýtslan er stór. Lithium. Lithium er eitt frumevni, nummar 3 í skeiðbundnu skipanini. Valencia. Valencia (spanskt: "Comunidad Valenciana", katalónskt "Comunitat Valenciana") er ein landspartur í Eysturspania. Høvuðsstaður er Valencia og aðrir stórir býir er Alicante, Torrevieja og Elx. Landsparturin fevnir um 23,255 ferkilometrar og hevur 4 806 908 íbúgvar (2005). Almennu málini eru tvey í tali, spanskt og katalónskt. Nú á døgum er ferðavinnan ein stór inntøkukelda fyri Valencia, og nógvir føroyingar hava hoyrt um ella enntá verið á Costa Blanca. Í Valencia er bygdur ein nýggjur býarpartur við bygningum til vísindi og mentan. Politikararnir og tey, sum gera býarskipanir, vóna, at hesin nýggi býarparturin skal draga ferðafólk at sær, umframt fyritøkur og handilsfólk. Kaukasus. Kaukasus eru (fjøll í) Georgia, Armenia, Aserbadjan, Suðurrusslandi og Landnyrðingsturkalandi. Næstan ongastaðni á jørðini er munurin millum vakurleikan í landslagnum og fólksins armóð so stórur, sum í londunum við Kaukasus, sum, síðan tey fingu sjálvstýri, eftir at Sovjetsamveldið datt sundur, hava verið plágað av kríggi og borgarakríggi. Men Kaukasus er eisini søguland. Kangerluaarsuk Ungalleq. Kangerluaarsuk Ungalleq liggur nakað norðanfyri Sisimiut í Grønlandi. Í 2008 var ein stórur eldur í goymslu- og verkstaðarbygningum hjá íslendsku fyritøkuni Ístak, ið var í ferð við at byggja eitt vatnorkuverk á staðnum. Maskinur og generatorar fyri fleiri milliónir fór fyri skeyti. Ongin persónur kom til skaða undir eldinum. Eftir ætlan skuldi vatnorkuverkið standa liðugt í 2010. Eldurin seinkaði tó ikki byggingini. Hin 29. september 2009 skrivaði KNR, at arbeiði gekk skjótari enn væntað, og at teir nú løgdu síðstu hond á arbeiði. Vatnorkuverkið kom at kosta umleið 500 milliónir. Olja fór at vera spard fyri fleiri milliónir um árið. Vatnorkuverkið er tað næststørsta í Grønlandi og veitir steym til býin Sisimiut. Magnus Carlsen. Sven Magnus Øen Carlsen (føddur 30. november 1990 í Tønsberg) úr Noregi er heimsins fremsti telvari. Í november 2013 vann hann heimsmeistaraheitið, tá hann vann á Viswanathan Anand og í november 2014 endurvann hann heimsmeistaraheitið, tá ið hann telvaði ímóti Anand og vann hann 6,5 - 4,5. Í januar 2013 náddi hann tað hægstu FIDE-ratingina gjøgnum tíðirnar við 2861 stigum, seinni økt til 2870. Carlsen gjørdist stórmeistari (GM) í talvi í 2004, tá var hann 13 ár, 4 mánaðir og 27 dagar. Hann bleiv tá tann næstyngsti stórmeistarin gjøgnum tíðirnar. Carlsen varð í januar 2006 fyri fyrstu ferð mettur at vera ein av heimsins 100 bestu telvarum. Í 2007 vann hann sína fyrstu superkapping í Biel og í apríl 2008 var hann fyri fyrstu ferð styrkismettur sum ein av heimsins 10 bestu telvarum. Carlsen hevur vunnið eina røð av superkappingum og hevur síðan januar 2010 við bara trimum undantøkum (tá nr. 2 eftir Viswanathan Anand, síðst í mai 2011) verið styrkismettur sum heimsins besti telvari. Magnus Carlsen hevur fingið Talv-Oscar sum heimsins besti telvari í 2009, 2010 og 2011. Í 2009 fekk hann harumframt eina eyka virðisløn frá dómarunum undir ítróttargallaveitsluni. Í 2011 fekk hann Peer Gynt-virðislønina sum tann yngsti vinnarin av virðislønini nakrantíð. Yvirgangsatsókn í Beslan. Fyrsta september í 2004 løgðu einir 30 vápnaðir kekenskir yvirgangsmenn á skúlan í Beslan í Norðurossetia og tóku næstan 1.200 børn, foreldur og lærarar gíslar. Í tríggjar dagar hildu teir gíslarnar inni í brennandi heitu fimleikarhøllini, har tey hvørki sluppu at eta, drekka ella fara á ves. Russiska løgreglan og servandar herdeildir kringsettu skúlan og vanlukkan endaði við, at 331 fólk lótu lív. Beslan var eitt serligt dømi um ein "nýggjan heim", har yvirgangsmenn ikki fíra fyri at brúka børn sum offur í teirra markleysa kríggi. Amarillo. Amarillo er 14. størsti býur í amerikanska lutstatinum Texas. Amarillo hevur 190 695 íbúgvum (2010). Amarillo er millum annað nevnd í sanginum "Amarillo By Morning" hjá George Strait (1983). Aril Edvardsen. Aril Edvardsen (15. november 1938 – 6. september 2008) var ein av kendastu evangelistunum í Norðurlondum, stovnarin av Troens Bevis og leiðari hjá samkomuni í Kvinesdal. Aril Snorre Edvardsen varð føddur 15. novembur 1938 í Kvinesdal í Norra. Seytjan ára gamal giftist hann við Kari, sum var floksfelagi hansara í barnaskúlanum. Tá Kari lá á sjúkrahúsi og átti elstu dóttir teirra, fór Aril á møti saman við einum vini sínum. Á hesum møti møtti hann Jesusi. Serliga er hann kendur gjøgnum felagsskapin Troens Bevis Verdens Evangelisering, sum hann setti á stovn í 1965. Aril Edvardsen er sera kendur í Føroyum, men eisini um at kalla allan heim. Hann var sera virkin sum evangelistur serliga rættað móti londum í triðja heiminum. Hann hevur arbeitt í Afrika og India í yvir 50 ár og er helst kendasti predikantur í Noregi. Hann stovnaði Troens Bevis Verdens Evangelisering í 1965, sum millum annað sendir kristið útvarp í fleiri enn 200 londum. Í Noregi hevur hann verið mest sentrali persónurin í pinsameinigheitini, og alment ein sera nógv umrøddur persónur, serliga orsakað av síni konservativu bíbliufatan. Aril Edvardsen var staddur í Mombasa í Kenja, nú hann doyði. Aril hevur havt fleiri blóðtøppar í hjartanum. Hann varð 69 ára gamal. Heath Ledger. Heath Ledger (1979 - 2008) Heath Ledger (føddur 4. apríl 1979, deyður 22. januar 2008) var ein avstralskur skuespælari úr Perth. Heath Ledger var 28 ára gamal, tá hann doyði. Ledger er kendur frá fleiri filmum, sum til dømis A Knight's Tale, men kanska mest fyri leiklut sín í filminum Brokeback Mountain í 2005, sum hann varð innstillaður til eina Oscar virðisløn fyri, ið hann kortini ikki vann. Seinasti leiklutur hansara varð í filminum I'm Not There, sum er um Bob Dylan. Eisini skuldi hann hava leikutin sum The Joker í Batman filminum, nevndur The Dark Knight. Heath Ledger var ættaður úr Perth í Avstralia, men búsettur í New York. Hann átti eina dóttir saman við fyrrverandi trúlovaðu síni Michelle Williams. Ledger varð funnin lívleysur í íbúð sínari í Manhattan, New York City í januar 2008, og sovipillarar vórðu eisini funnir, so løgreglan hevur illgruna um ovurtøku av soviheilivági sum deyðsorsøk. The Dark Knight. The Dark Knight er ein amerikanskur Batman-filmur úr 2008. Í filmsheiminum verður tað "magiska vinningsmarkið" nevnt. Tað er, tá ein filmur selur fyri meira enn 500 milliónir dollarar í atgongumerkjum í USA. Bert tveir filmar hava megnað tað, og tað eru Titanic og "The Dark Knight". Eftir bert seks vikum hevur Batman megnað at selt fyri 502,4 milliónir dollarar, meðan hjá Titanic tók tað 12 vikur um at vinna 500 milliónir dollarar í atgongumerkjum. Høvuðsleiklutin sum Batman, hevur Christian Bale. Heath Ledger hevði leiklutin sum The Joker og fekk eftir deyða sín ein Oscar fyri avrik sítt. Morgan Freeman. Morgan Freeman (føddur 1. juni 1937 í Memphis, Tennessee í USA) er ein sera viðurkendur sjónleikari. Dekkmaster. Dekkmaster varð stovnað í august 2005 við tí endamáli at selja dekk og felgur v.m. í Føroyum bíliga um internetið. Baton Rouge. Baton Rouge er høvuðsstaður og næststørsti býur í Louisiana. Baton Rouge hevur umleið 230 túsund íbúgvar. Navnið Baton Rouge kemur úr fronskum "bâton rouge" og merkir "reyður stavur" ella "reyður keppur". Eyknevnið hjá býnum er eisini "Red Stick". Baton Rouge er millum annað nevnd í sanginum "Callin' Baton Rouge" hjá Garth Brooks (1994). Jackson. Jackson er høvuðsstaðurin og størsti býur í Mississippi í USA. Jackson hevur umleið 173 túsund íbugvar. Býurin, ið varð settur á stovn í 1822, bleiv uppkallaður eftir amerikanska generalinum Andrew Jackson, sum seinni varð sjeyndi forseti í USA. Bjarnoyggin. Bjarnoyggin er syðsta oyggin í oyggjabólkinum Svalbarð. Bjarnoyggin varð funnin av hálendsku slóðarunum Willem Barents og Jacob van Heemskerk tann 10. juni 1596. Navnið kemst av, at bjørn varð sædd svimjandi nærhendis, tá oyggin varð funnin. Oyggin var óheft land, sokallað terra nullis til Svalbarðs sáttmálin í 1920 legði oynna undir norsk fullveldi. Bjarnoyggin, sum er millum norska meginlandið og Spitsbergen, er friðað burtursæð frá einum parti, sum hýsir einari veðurstøð. Endamálið við at friða umhvørvið á oynni er at varðveita sjófuglin og vistfrøðina sum heild. Facebook. Facebook er ein heimasíða sum er eitt sosialt netverk, sum minnir nógv um Myspace.com, ið var nógv brúkt áðrenn Facebook. Facebook stendur í stórum vøkstri. Facebook er eitt sosialt netverk, har fólk lætt kunnu koma í samband við hvønn annan. Tað var tann tá 20-ára gamli Mark Zuckerberg (føddur 14. mai 1984 í New York, USA), sum fann uppá Facebook í 2004. Í mai 2013 hevði tænastan meira enn 1,1 milliardir aktivar brúkarar um mánaðin um allan heim. Tað eru umleið ein hálv millión danskir brúkarar á Facebook. Í 2008 og 2009 fingu nógvir føroyingar sín egna Facebook profil, og skjótt var tað eisini møguligt at nýta tað føroyska máli í skipanini sum brúkaramál, og hetta hevur veruliga sett gongd á hugin hjá føroyingum at brúka Facebook. Samstundis er talið á teimum, sum hava skift frá øðrum brúkaramáli sum td. danskt, enskt, svenskt v.fl. til at nýta sítt egna mál, alsamt vaksandi. Føroyingar hava eisini víst seg at vera skjótir at taka møguleikarnar á Facebook til sín og ikki minst, møguleikan at deila tíðindi frá ymiskum tíðindaportalum á Facebook. Spælfyritøkan Zynga eigur fleiri av best dámdu spølunum, ið eru at finna á Facebook. Teirra millum eru FarmVille, Mafia Wars og FishVille. Hollywood manuskripthøvundurin Aaron Sorkin (føddur 9. juni 1961 í New York, USA) hevur gjørt ein film um stovnanina av Facebook, sum ber heiti "The Social Network." Facebook verður nógv brúkt til at deila tíðindi við onnur við at leggja leinkjur til tíðindastubba á Facebook. Hetta kann ofta gerast við at trýsta á ein "Dámar" knøtt á tíðindasíðuni ella um tíðindasíðan hevur møguleikan fyri at deila leinkjuna, so er tað ein sera lættur máti hjá fólki at deila ein tíðindastubba, sum tey halda vera áhugaverdan. Facebook verður eisini nógv brúkt til at deila tónleikafilmar, skemtifilmar, ítróttarfilmar og aðrir filmar sum liggja á YouTube. Fólk leggja eisini myndir og filmsbrot á Facebook og deila soleiðis við onnur. Til ber at velja, um bert vinir kunnu síggja myndirnar ella um øll kunnu síggja tær. Til ber at skriva í síni status linju, hvat ið ein hugsar, at bera onkur boð ella bara at siga góðan dagin o.s.fr. Onnur kunnu so gera viðmerkingar til boðini ella koyra tummilin upp, og soleiðis kunnu vinir hjá vinum fáa boðini eisini. Fleiri dømir eru um t.d. politikkarar sum hava skrivað okkurt óheppið antin á sín egna status ella sum viðmerking til status hjá onkrum øðrum, og eftirsum nógv fjølmiðlafólk eisini eru á Facebook, so fáa tey skjótt frænir av hesum og bera hetta sum tíðindi í útvarpi, sjónvarpi, bløðum ella á tíðinda heimasíðum. Quiet Storm. Quiet Storm er fløga hjá Guðrun Sólju Jacobsen. Guðrun hevur ígjøgnum plátufelag sítt Universal Music útgivið fløguna Quiet Storm. Fløgan kom út í august 2003, góðar fýra mánaðir aftaná Guðrun sigraði í sangkappingini Stjerne For En Aften. Fløgan kom beinleiðis inn á næstovastu rók á danska sølulistanum. Í Føroyum var Quiet Storm ein av mestu seldu fløgunum í 2003. Fyrsta stakfløgan av Quiet Storm var lagið "You're Mine". Hetta lagið átti fast pláss ovast á 15 teimum bestu í fleiri vikur, og gjødist eitt tað best umtókta lagið á fløguni. Ódnin Katrina. 29. august 2005 rakti Ódnin Katrina amerikanska býin New Orleans í Louisiana. Ódnin breyt byrgingarnar, floymdi inn í býin og drap fleiri enn 1000 fólk, sum antin ikki vildu fara úr býnum ella ikki sluppu úr honum. Eisini amerikanski filmsleikstjórin Spike Lee (føddur 20. mars 1957 í Georgia í USA) hugdi skelkaður at, meðan størsta náttúruvanlukkan í amerikanskari søgu hendi. Meðan ódnin Katrina herjar har suðuri í Louisiana, og myndugleikarnir hava úr at gera við at flyta fólk burtur úr økinum, eru tað nøkur sum verða "gloymd". Teir 7.000 fangarnir í Orleans Parish Fongslinum, sum var eitt tað størsta fongslið í USA, skuldu verið fluttir, men sjálvt tá ódnin herjar við allari megi, tað fløðir og byrgingarnar brotna, velur sjeriffurin ikki at flyta fangarnar burtur. Ikki fyrrenn 4 dagar seinni, har fangarnir hvørki hava fingið vátt ella turt, gera myndugleikarnir av at gera nakað. New Orleans í Suðurlouisiana er enn ikki komin seg heilt, eftir Ódnina Katrinu, sum legði stórar partar av býnum í oyði. Katrina var í styrkibólki 5. Óndskapurin. Óndskapurin (upprunaheiti: "Ondskan") er svenskur filmur frá september 2003. Filmurin byggir á bókina hjá Jan Guillou, sum eisini var upprunin til leikin "Óndskapurin", sum varð spældur á Gamla Meiarínum í 1999. Svenski filmurin fekk virðisløn í Svøríki og varð eisini innstillaður til ein Oscar. Leikrit: Hans Gunnarsson og Mikael Håfström eftir skaldsøgu hjá Jan Guillou. Leikstjórn: Mikael Håfström. Søgugongd. Svøríki í fimtiárunum. 16 ára gamli Erik Ponti verður illa viðfarin bæði heima og í skúlanum. Tá hann verður vístur úr skúlanum orsakað av bardaga, verður hann sendur á kostskúla. Nú heldur hann, at hann kann byrja av nýggjum, men so verður ikki. Á kostskúlanum er harðskapurin meira umfatandi, og hann er skipaður undir heitinum "kammeratuppaling". New Orleans. New Orleans er stórbýur í Suðurlouisiana í USA. Hann er størsti býur í Louisiana. New Orleans er enn ikki komin seg heilt, eftir Ódnina Katrinu, sum í 2005 legði stórar partar av býnum í oyði. New Orleans hevur umleið 343 túsund íbúgvar. 67,3 prosent av fólkinum eru afroamerikanarar. New Orleans er størsti býur í Suðurríkjunum. Hann var grundaður av fransmonnum; haðani verður nógv bummull útflutt. New Orleans er tann vandamesti býurin í USA. Nú, meðan fíggjarkreppan herjar í øðrum londum so sum í USA, eru fá øki, sum kunnu nevnast vakstrarøki. Men New Orleans er eitt teirra. Síðan vanlukkuna við Hurricane Katrinu síðst í august 2005 hevur New Orleans vunnið sær eitt sindur av fólkinum aftur. Nú hevur býurin fingið heiðurin sum skjótast vaksandi býur í USA. Árligi vøksturin í fólkatalinum er nú 8,2 % og er nú 311.853. Men tað er framvegis væl minni enn tey 484.674, sum vóru í býnum áðrenn vanlukkuna í 2005. Í stóra havnarbýnum New Orleans, vóru seinast í 19. øld mangir tónleikabólkar, mannaðir við afroamerikanskum leikarum. Teir spældu i veitslu, í skrúðgongu og til jarðarferð. Tíðum spældi sami bólkur bæði til dans og til jarðarferð. Løgini vóru tey somu, men teir leiktu tey ymiskt. Soleiðis varð jazztónleikur til. Í jazzbólki úr New Orleans vóru upprunaliga trompet, klarinett, basún, tupa, lítlatrumma, stórtrumma og skáltrumma. Trompetin spælir lagið. Klarinettin flættar tónar uttan um lagið. Basúnin spælir djúpa andrødd, og hini ljóðførini gera rútmiskan botn. Falklandsoyggjar. Falklandsoyggjar (enskt: Falkland Islands; spanskt: Islas Malvinas) er ein oyggjabólkur sum hoyrir undir bretsku trúnuna. Falklandsbúgvar hava nakað av heimastýri og egnu stýrisskipan. Oyggjabólkurin er nakað umstríddur. Argentinar kanna sær økið og nevna oyggjarnar har "Islas Malvinas". Oyggjarnar vóru fýrst spanskar og siðan argentinskar frá 1767 til 1833, tá ið bretar tóku tær og góvu teimum navnið Falklandsoyggjar. Síðan tá hava Bretland og Argentina trætst um, hvør eigur oyggjarnar. Í 1982 hertók Argentina oyggjarnar, men nakrar vikur seinni róku bretar teir aftur. Ósemjan er harðnað, síðani bretska stjórnin loyvdi oljuleiting við oyggjarnar fyri nøkrum árum síðani. Størsi býurin og høvuðsstaður er Stanley. Argentinar vilja tingast um sjálvstýri fyri Falklandsoyggjar, meðan bretar tilskila sær yvirvaldsrættin har. Millum 3000 og 4000 fólk búgva í Falklandsoyggjunum. Harafturat eru umleið 1000 bretskir hermenn har. Fólkaatkvøða 2013. Úrslitið av fólka­atkvøð­uni í 2013 á Falk­lands­oyggjunum er greitt: Næstan 100 prosent av teimum, ið greiddu atkvøðu, siga ja til, at oyggjalandið fram­hald­andi skal vera part­ur av Stóra Bretlandi. 99,8 prosent av falk­lend­ingum hava atkvøtt ja til Stóra Bretland. Meirlutin er so stórur, at hann næstan er skemtiligur, men hetta gjørdist úrslitið av fólkaatkvøðuni á Falk­landsoyggjunum, og tað kemur ikki óvart á: Falk­lendingar vilja vera partur av Stóra Bretlandi, soleiðis sum allar kanningar fram­m­anundan fólkaatkvøðuni eisini vístu púra greitt. 1517 fólk greiddu at­kvøðu, og hetta er ein val­luttøka uppá 92 prosent. Og bara tríggir av teimum 1517 veljarunum søgdu nei til Stóra Bretland. Falklendingar minn­ast enn serstakliga væl, tá Argentina gjørdi inn­rás í 1982 og tað óhugna­liga kríggið, sum valdaði í tríggjar vikur, til Stóra Bretland hevði bart argentinarar aftur. Fólkaatkvøðan varð hild­in, tí Argentina heldur fram at trýsta á fyri at fáa bretar at sessast við samráðingarborðið. Argentina vil hava oyggja­landið undir sítt ræði, men London hevur víst hesum frá sær. Butan. Kongaríkið Bhutan ella Butan (dzongkha: "Brug rGyal-Khab") er eitt sjálvstøðugt kongsríki í Himaleia millum Tibet í Vesturkina og India. Har búgva umleið 700.000 fólk, sum eru millum tey fátækastu í heiminum. Av hesum búgva eini 100 túsund í Thimphu. Thimphu er høvuðsstaður í Butan. Landið hevur valt at avbyrgja seg og hevur tí í øldir gingið sína egnu leið. Í norðri hevur Butan mark við Kina, í eystri, suðri og í vestri við India. Kongsríkið Butan er gátuført og lítið kent land, tí at tað var stongt fyri umheimurin langt upp í 1970-árini. Eisini er ringt at koma fram í óføra fjallalendinum. Butan er buddistiskt land, og kongurin, nevndur drekakongurin (nú Jigme Khesar Namgyel Wangchuck), er einaveldugur. Miðallívsævin í landinum er 65.53 ár. Fólkið. Trashigang Dzong- eitt buddistiskt kleystur.. Um 70 % av fólkinum í Butan er drupukar, ið eru ættaðir úr Tibet. Drupukarnir tala dzongkha, almenna málið í Butan, sum er skylt við tibetanskt. Í 1990 elvdu samanbrestir ímillum drupukar og lotsampafólkið, ið er ættað úr Nepal, til harðligar mótmælisgongur ímóti kongsveldinum. Hetta hevði við sær, at Butan varð stongt fyri útlendingum. Meginparturin av fólkinum í Butan býr á bygd og livir av landbúnaði. Flestu fólk á bygd eru bøndur, men nøkur eru eisini handverkarar, til dømis vevarar ella leirkerasmiðir. Húsini eru smá, og har eru bara eitt ella tvey rúm. Flestu bøndur í hálendinum í Butan liva av neytahaldi. Harðføra, síðullaða jakneytið er óført reiðdýr og tolir ógvuliga væl kulda. Jakullin verður spunnin og vovin til klæði og tjalddúkar, og halin verður nýttur sum veiftra ella kustur. Butanar eta jakkjøt, kirna smør og kæsa ost av mjólkini og turka mykjuna til brenni. Í Butan verður viðgongd máld í mun til økologiska, etiska og andaliga menning. Moralur og upplýsingarstøði telja meira enn materiell vælferð. Buddhistisk virði eru varðveitt. Kongurin Wangchuk sigur, at "brutto tjóðareydna hevur størri týdning enn bruttotjóðarframleiðsla". 53 % av fólkinum eru ikki lesifør. Búskapur. Náttúrutilfeingi er lítið; men har eru nógvar stríðar áir, og tey eru farin at byggja vatnorkuverk. Landið kundi havt stóra inntøku av timburútflutningi, men hevur noktað at høgga trø niður, tí tað skaðar umhvørvið. Planleggingarráðharrin hevur sagt: "Vit vilja ikki kasta okkum treytaleyst inn í alt, sum er modernað. Vit royna tí at varðveita okkara mentan, okkara siðaarv, okkara virðisskipan og okkara mentanarstovnar". Uttanlandshandil. Inn- og útflutningurin av vørum skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2006, sær soleiðis út sambært CIA World Factbook. Politikkur. Í 1998 vitjaðu 500.000 ferðafólk grannalandið Nepal. Butan loyvdi ikki meira enn 6.000 ferðafólkum inn í landið. Hvør einstakur ferðamaður fekk strong boð um, hvussu hann skuldi fyrihalda seg. Millum annað varð forboðið teimum at geva børnum góðgæti ella annað, tí tey skuldu ikki verða lærd at bidda. Men fangarmarnir hjá altjóða kapitalismuni røkka langt. Líka til Butan, har parabolantennur vaksa sum hundaland. Ávirkanin frá Vesturheiminum sæst longu væl. Kurvabóltur er vorðin tjóðarítrótt í staðin fyri bogaskjóting. Boogie Woogie, eitt sjónvarpsshow, sum Golcate stuðlar fíggjarliga, kappast við panoramaútsýnið til Himaleia. Teldupostur er komin í staðin fyri brævskriving, hóast tann elsta av teimum fýra konunum hjá kongi bjóðaði fólki at senda brøv ókeypis í 10 dagar fyri at forða hesari gongd. Børn, sum fara pílagrímsferð til kleystur at biðja, eru ílatin Spice Girls t-skjúrtur. Í høvuðsstaðnum Thimphu selja 25 privatar sølubúðir sjónbond. Sjálvt Butan, tað seinasta Shangri-La, er fallið. Landið loyvir vesturlendskari ávirkan, tí tað er ikki ført fyri at halda ímóti freistingunum og kann ikki halda fram við avbyrgingarpolitikkinum. Støðan reisir nógvar spurningar. Hvussu long tíð gongur, til altjóðagerðin og tær frælsu marknaðarkreftirnar hava víggirt seg so væl, at tað vendist ikki aftur? Verður Butan ført fyri at finna eina millumleið? Fara mammon og MTV-mentanin skjótt at yvirtaka tann fagnað, Budda hevur átt? Hvussu leingi aftrat kunna kongur og hansara fýra konur stýra búskapinum og átaka sær ábyrgdina av vælferðini hjá borgarunum? Neyvan leingi, skula vit meta eftir gongdini aðrastaðni. Men so leingi tað varar hevur butanski staturin tað størsta fíggjarliga valdið, til dømis er tað mesta av ídnaðinum statsogn, og staturin røkir fólksins vælferð. Tað sama var galdandi í USA og Evropa stóran part av farnu øld, til lat-standa-til-kapitalisman tók seg fram í 1970-unum og 80-unum. Áðrenn myndugleikarnir løgdu saman ástir við fría marknaðin. Teldupostur. Kurla, sum allar teldupostadressur innihalda. Teldupostur er postur sendur millum teldur. Á føroyskum verður tað stytt til "t-postur", tó verður eisini enska heitið e-mail brúkt á føroyskum. Við telduposti kann ein senda "teldubrøv" og viðheftar fílur. Fyri at kunna senda og móttaka teldupost er neyðugt at hava teldupostadressu. Felags fyri allar teldupostadressur er, at tær innihalda teknið @. Eitt dømi kann vera domi@domi.fo. Teldupostadressurnar kunnu ikki innihalda føroyskar bókstavar sum t.d. á, í, ó, ú og ð. Fólk brúka ofta sítt navn ella stytting av navninum í teldupostadressuni. Tað finnast nógvir ymiskir veitarar, har ein antin kann keypa sær eina ella fleiri teldupostadressur, og so finnast tað eisini altjóða veitarar, har ein kann fáa sær eina ókeypis teldupostadressu, t.d. Gmail frá Google ella Hotmail frá Microsoft. Tá talan er um ókeypis teldupostadressur slepst ofta ikki undan lýsingum á netinum, sum t.d. kunnu síggjast í høgra bredda ella aðrastaðnis innbakkanum. Ein kann innstallera eina teldupostadressu á teldu síni, men tey flestu ynskja eisini at hava atgongd til sín teldupost frá fleiri ymiskum teldum, tá verður innritað gjøgnum eina ávísa heimasíðu. Hotmail adressur sum tann frá Microsoft ella Google eru ikki knýttar at nakrari ávísari teldu, ein kann rita inn frá hvørjari sum helst teldu, um bert ein minnist til brúkaranavnið, sum er teldupostadressan, og til loyniorðið. Teldupostkassin er ofta býttur upp í fleiri partar. T.d. er innbakkin sum oftast tað fyrsta ein kemur til, har er allur inngangandi teldupostur at finna. Sendur postur er fyri seg, kladdur fyri seg, slettaður postur fyri seg, spammpostur fyri seg osfr. Hetta sæst sum oftast til vinstru ella ovast á teldupostsíðuni. T-postur í dag. Harumframt er ein "Send" knøttur, sum brúkarin skal trýsta á við músini, tá teldubrævið er klárt at verða sent til móttakran. Ein kann senda til ein ella fleiri móttakarar. Um talan er um fleiri móttakarar, so verða teldupostadressurnar sum oftast skildar sundur við komma (,) ella semikolon (;). Til ber eisini at víðarisenda eitt teldubræv til ein annan móttakara við at trýsta á "Víðarisend" og síðan útfylla adressu teigin og so trýsta á Send knøttin. Sendistovur. Kring allan heim umboða sendistovur áhugamálini hjá heimlondum sínum. Tær skapa fortreytir fyri samstarvi og veita fólki og fyritøkum rættindi og fortreytir at liva og virka í fremmandum londum. Føroyskar sendistovur skulu setast á stovn í New York, Moskva og Geneve. Løgmaður, ið higartil hevur umsitið uttanríkismál, fer framvegis at hava umboðandi funktiónir, men hann fer nú eisini í størri mun at virka sum forsætisráðharri, tað vil siga hava politisku leiðsluna í landsstýrinum um hendi. A vitamin. A vitamin er ein feittloysilig vitamin sum er neyðug fyri sjón, immunskipan, nøring, slímhinnu og vøkstur. Stórt trot av A vitaminum kann føra til infektión, náttarblindleika og blindleika. Týdningarmestu sløg av A vitaminum eru retinol, retinal og retinsýra, sum fáast frá djórum, og karotenir, sum fáast frá plantum. Óbrúktar A vitaminir kunnu varðveitast í livur og feittvevna til seinni nýtslu. Av tí at A vitaminir eru lutfalsliga leingi í kroppinum er ikki neyðugt at tær verða etnar hvønn dag, t.d. kann tørvurin verða nøktaður við at eta livur eina ferð um vikuna. Týdningur. A vitaminir eru týdningarmiklar fyri sjónina. Tær verða nýttar til framleiðslu av einum litevni í nethinnuni (sjónarpurpur), sum er neyðugt fyri at kunna síggja í dimmun ljósi. Sjónarpurpur verður virki tá ljósið rakar nethinnuna, sum síðani, gjøgnum nervaleiðina, skapar eitt elektriskt signal til heilan og verður til eina mynd. Umframt hetta hava A vitaminir týdning fyri vøkstur, framleiðslu av nýggjum sáðkyknum, smakksansin, immunskipanina og mótstøðuføri móti bakteriuinfektiónum. Eisini hava A vitaminir týdning fyri regulering av genum, og tí eisini fyri hvussu fostur útvikla síni organ. Í kostinum. A vitaminir (retinol) fáa vit t.d. frá livur, fisk og egg, og A vitaminir (karotenir) fáa vit t.d. frá gularøtum, spinat, grønkál, abrikosum og melónum. Í Danmark er tað sera sjáldsamt at fólk hava mangul uppá A vitaminir. Harafturímóti fáa summi ov nógvar A vitaminir, serliga gjøgnum ein feittríkan kost við nógv livur. Ov nógv A vitamin er skaðiligt og um kvinna er við barn, veksur hetta um vandan fyri avskapan av fostrinum. Kvinnur sum eru við barn ella geva bróst verða tí tilmæltar ikki at eta livur. Puerto Rican Independence Party. Flaggið hjá The Puerto Rican Independence Party. Puerto Rican Independence Party (spanskt: "Partido Independentista Puertorriqueño") er ein politiskur flokkur í Puerto Riko, stovnaður 20. oktober 1946. Rubén Berríos Martínez (føddur 21. juni 1939 í Aibonito í Puerto Riko) er leiðari fyri The Puerto Rican Independence Party. Stjórnin heldur til í San Juan, Puerto Riko. Shangri-La. Søgnin sigur frá einum kongaríki í einum dali onkustaðni í Himaleiafjøllunum. Eitt ríki, sum minnir ikki sørt um Paradísið. Vestanfyri verður hetta ríkið rópt Shangri-La, og mong eru tey, sum hava sett lívið í váða til tess at finna landið. Enski rithøvundurin James Hilton fortelur í roman síni "Lost Horizon" frá 1933 um Shangri-La, sum í skaldsøguni er ein íspunnin dalur í Kunlun fjøllunum í Kina. Oyðimørkaíkorn. Oyðimørkaíkorn (frøðiheiti - "Gerbillinae") er súgdjór av gnagdýraætt. Oyðimørkaíkorn blíva normalt umleið 2-5 ára gomul. Kleopatra. Egyptalandsdrotningin Kleopatra VII Filopator (grikskt: "Κλεοπάτρα θεά φιλοπάτωρ", føddur 69 f.Kr., deyður 12. august 30 f.Kr.) var tann seinasta av ptolemaisku kongsættini, sum ráddi í Egyptalandi. Hon var gitin fyri sín vakurleika og sítt vit. Bæði Cæsar og Antonius tilbóðu hana. Kleopatra drotning er ein av mest kendu og best dámdu persónunum í fornøld. Í 30 f.Kr. tók hon seg av døgum, helst hevur hon latið eiturorm bíta seg, aftaná at Antonius hevði tapt við Actium. Louisiana State Penitentiary. Louisiana State Penitentiary ella Angola, sum fongslið verður rópt orsakað av fortíðini sum trælaplantasja, liggur vakurt fyri við Mississippiánna í Louisiana, men náttúruna hugsa fangarnir ikki so nógv um. Fongslið er við sínum 5.000 fangum størsta hátrygdarfonslið í Sambandsríkinum Amerika. 80 prosent av fangunum eru svartir á liti, og tveir triðingar hava fingið ívlangað fongsulsrevsing. Í sekstiárunum var Angola tað harðrendasta fongslið í USA, men eitt miðvíst arbeiði í áratíggjur hevur í dag gjørt Angola til fyrimynd fyri onnur fongsul. Stjórin í fongslinum, Burl Cain, hevur givið sítt lív til Jesus, stovnað ein prestaskúla fyri fangar og hevur higartil fingið 2.000 brøður í andanum millum fangarnar. Angola hevur útvarpsstøð og virðislønta fangablaðið "Angolite", sum er púrasta óheft. Burl Cain heldur, at hansara friðaliga fongsul er eitt undur og lýsir seg sjálvan sum ein "hjartagóðan einaræðisharra einastaðni millum Jesus og hunnaran Attila". Kvinnufelagið í Havn. Kvinnufelagið í Havn varð stovnað 31. mars 1952 og heldur til í Mettustovu á Reyni í Havn. Longri niðri sæst yvirlit yvir nevndir ið hava verið í Kvinnufelagnum. Kelda til yvirlitið er heimasíðan hjá Kvinnufelagnum, sum hevur fundarbøkur og 25-ára minningarrit hjá Kvinnufelagnum til keldu. Yvirlitið er fullfíggjað frá 1952-1980 og frá 2005-2010. Kvinnufelagið er limur í Kvinnufelagasamskipan Føroyar, stytt KSF. KSF er eitt móðurfelag (paraplyfelag) fyri kvinnufeløg í Føroyum. Felagið hevur nevndarfundir regluliga og skipar av og á fyri tiltøkum, onkuntíð eru tiltøkini bert fyri kvinnur, men ofta hava eisini verið almenn tiltøk fyri øll har ymisk aktuell evni verða umrødd og kjakast um. Felagið plagar at skipa fyri fundum ella tiltøkum á altjóða kvinnudegnum 8. mars, í 2006 varð skipað fyri kjakfundi í Sjónleikarhúsinum í Havn har evnið var "Kvinnur í politikki - hvussu fáa vit fleiri kvinnur valdar í Løgtingið og í bý- og bygdaráðini?" T.d. hevur felagið skipa fyri kjakfundum við luttøku av kvinnuligum valevnum, hetta fyri at vera við til at hjálpa kvinnunum fram, óansæð hvønn flokk tær hoyra til. Nakrar av teimum sum hava verið nevndirlimir í Kvinnufelagnum í Havn eru seinni blivnar aktivar í býráðs- og ella landspolitikki. T.d. hava Malla Samuelsen, Karin Kjølbro, Lisbeth L. Petersen og Rigmor Dam verið nevndarlimir. Aðrar sum hava verið sera virknar í almenna kjakinum og sum hava verið virknar í Kvinnufelagnum í Havn, men ikki í lands- ella býráðspolitikki eru t.d. Bergtóra Hanusardóttir, sertannlækni og rithøvundur, Inga Ellingsgaard, Turið Holm, kvinnulækni, Birta Biskopstø, løgfrøðingur Laufey Blaasvær og Randi Kúrberg málfrøðingur og ítróttakvinna. Endamál. Endamálið hjá felagnum er at arbeiða fyri javnstøðu millum kvinnur og menn, so tey javnbjóðis kunnu virka í heimi, yrki og samfelagi. Kvinnufelagið er einasta áhugafelag í Føroyum, sum hevur boðað frá, at tær taka undir við fríari fosturtøku. Mettustova. 04. juni 1956 samtykti ein eykaaðalfundur at ogna sær Mettustova og seta hana í stand. Kvinnufelagið keypti Mettustovu fyri 1 krónu. Hon stóð at detta niður, og mong hildu at hon ikki kundi setast í stand aftur. Hetta tók eisini fleiri ár, og ikki fyrr enn í 1961 var hon so fræg, at hon kundi brúkast til fundir. Søga. Felagið varð stovnað hin 31. mars 1952. Niðanfyri sæst yvirlit (tó ikki fullfíggjað. Fyrsta nevndin. Frú Malla Samuelsen Frú Lisa Rubeksen Frúgv Bergljót av Skarði Frú Ninna Arge Jacobsen Frúgv Helena á Bakka Frú Petra Arge Nevndin 2006. "Nevndin skipaði seg við felags leiðslu og hevði tískil onga forkvinnu og varaforkvinnu." Nevndin frá 3. oktober 2000, Aðalfundur í Mettustovu. Bergtóra Hanusardóttir, Lisbeth L. Petersen, Karin Kjølbro, tiltakslimur Nevndin frá 21. september 1987 - Aðalfundur í Mettustovu. "Árið fyri var lógin blivin broytt soleiðis, at aðalfundur skuldi vera um heystið í staðin fyri um várið." Nevndin 13. februar 1984 - Eykaaðalfundur. "13.01.1984 Aðalfundur í Mettustovu. Ov fáar møttar - lýst varð til eykaaðalfund" Kvinnutíðindi. Felagið gav út blaðið "Kvinnutíðindi". Fuerteventura. Fuerteventura er spansk oyggj sum liggur ímillum Lanzarote og Gran Canaria og er tann næststørsta av Kanararisku oyggjunum. Oyggin liggur á sama breiddarstigi sum Florida og Meksiko og hevur sama veðurlag – Millum 20-25 stig um veturin og eitt sindur heitari um summarið – og 3000 tímar við sól hvørt ár. Har eru ikki færri enn 152 strendir – 50 km við fínum, hvítum sandi og 25 km við svørtum vulkanskum smásteinum. Fuerteventura hevur umleið 75 túsund íbúgvar. Oyggin er 1,660 ferkilometrar til støddar. Størsti býur er Puerto del Rosario. Puerto del Rosario hevur umleið 30 túsund íbúgvar. Hægsta fjall er Jandiafjøll sum er 807 m høgt. SOS-Knúkur. SOS-Knúkur er bók úr 2004 um flogfarið, sum datt niður á Knúki í Mykinesi 26. september í 1970. 8 fólk doyðu. Vit fylgja ferðafólkunum og manningini, bæði dagarnar undan vanlukkuni, í flogfarinum til Føroya, og eftir vanlukkuna. Vit fylgja eisini bjargingarfólkum, læknum og avvarandi, eins og skjøl eru fingin til vega, sum ongantíð áður hava verið á prenti. Grækaris Djurhuus Magnussen er rithøvundur. Kaj Leo Holm Johannesen. Kaj Leo Holm Johannesen, eisini kendur sum Kaj Leo Johannesen (føddur 28. august 1964 í Tórshavn) var Føroya løgmaður frá 26. september 2008 til 2. september 2015. Hann er útbúgvin sum skipsførari og var sameigari av Farex, ið fekst við fiskaútflutning. Kaj Leo limaði seg inn í Sambandsflokkin í 1988. Hann stillaði upp til løgtingsvalið fyrstu ferð í 1994 og sat sama árið eitt skifti á tingi sum eykamaður. Frá 1996 til 2000 sat hann í Tórshavnar býráði. Hann var á fyrsta sinni valdur inn á Løgting í 2002 og hevur verið afturvaldur síðani. Síðani 2004 hevur Kaj Leo Holm Johannesen verið formaður í Sambandsflokkinum. Tíðarskeiðið 2003-2004 var hann næstformaður í Landsstýrismálanevndini og limur í Vinnunevndini. Frá 2004 til 2008 var hann formaður í Uttanlandsnevndini og limur í fíggjarnevndini. Hann varð valdur til løgmann 26. september í 2008. Eftir loknan fólkaskúla fór Kaj Leo Holm Johannesen til skips sum 14 ára gamal. Í 1986 tók hann prógv sum skipsførari á Føroya Sjómansskúla. Hann hevur bæði verið við fiski og farmaskipi, umframt starvast sum bilsølumaður. Í 1989 kom hann í starv hjá Føroya Fiskasølu og frá 1995 til 1997 starvaðist hann á Kósini. Síðani 1997 hevur hann verið sjálvstøðugur vinnurekandi. Politisk lívsleið. Kaj Leo var frá 1997-2000 býráðslimur í Tórshavnar Býráð og hevur síðani 2002 verið valdur inn á Føroya Løgting. Hann varð valdur til landstýrismann fyri uttanríkismál í 2004, tá hann eisini varð valdur til floksformann. Í politikki leggur hann leggur millum annað dent á at knýta Føroyar tættari at ES. 26. september 2008 bleiv Kaj Leo Johannesen valdur sum løgmaður fyri ABC-samgonguna. Eftir løgtingsvalið 2011 helt hann fram sum løgmaður í samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Í oktober 2011 fór Sjálvstýrisflokkurin úr samgonguni, eftir at Kári P. Højgaard var koyrdur frá sum landsstýrismaður, men sangongan var stór nokk til at halda fram við hinum trimum flokkunum. Tollmálið. Í desember 2013, stutt fyri jól, varpaðu føroyskir fjølmiðlar ljós á fíggjarmálaráðharran, Jørgen Niclasen, úr Fólkaflokkinum frá tíðini frá 1989 og fyrst í 1990-árunum, meðan hann var stjóri í fyritøkuni P/F N. Niclasen. Sambært skjølum, ið miðlarnir løgdu fram, hevði virkið hjá Jøgeni Niclasen tikið vøru út úr einari tollgoymslu sum ikki var tollað og selt hana ótollaða og harvið snýtt landskassan fyri fleiri hundraðtúsund krónur. Fyritøkan hevði havt ein tollkreditt sum varð uppsagdur, men helt tó fram við at selja ótollaðar vørur. Jørgen Niclasen vísti øllum ákærum aftur. Kaj Leo Holm Johannesen stuðlaði tó sínum fíggjarmálaráðharra og segði at hann hevði fult álit á honum. Tað gjørdi hann eisini tann 28. mai 2014, tá ið andstøðan setti fram misálit á Jørgen Niclasen. Løgmaður var staddur í Íslandi og haðani gav hann flokkinum boð um at atkvøða ímóti misálitinum. Tá ið avtornaði vóru tað tveir sambandstingmenn, Reimund Langgaard og Helgi Abrahamsen, ið atkvøddu fyri uppskotinum frá andstøðuni, tað sama gjørdi Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, ið eisini var við í samgonguni. Løgmaður fekk ein trupulleika og kom undir stórt trýst, tá tveir av hansara floksfeløgunum gjørdu ímóti boðum hansara og í staðin atkvøddu eftir teirra egnu sannføring. Aðrar kritiskar røddir vóru eisini frammi úr Sambandsflokkinum, eitt nú Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi forkvinna, løgtingskvinna og fólkatingslimur Sambandsfloksins, sum hin 10. februar 2014 meldaði seg úr Sambandsflokkinum orsakað av at hon var ónøgd við, at Sambandsflokkurin góðtók, at ein landsstýrismaður, ið hevði snýtt í tolli, slapp at vera sitandi sum landsstýrismaður. Hin 28. mai eftir atkvøðugreiðsluna um misálitið á Jørgen Niclasen segði Lisbeth L. Petersen, at hon helt tað var gott fyri Sambandsflokkin, at Helgi Abrahamsen og Reimund Langaard valdu ikki at fylgja boðunum frá løgmanni. Lívsleið innan ítrótt. Kaj Leo Holm Johannesen er fyrrverandi landsliðsleikari í fótbólti. Hann leikti 4 dystir fyri Føroyar í tíðarskeiðnum 1991-92 og so var hann eyka málmaður fyri føroyska A-landsliðið meira enn 20 ferðir í árunum 1988-1994. Kaj Leo var annars HB leikari, hann er ein av mest leikandi HB leikarunum. Hann vann føroyameistaraheitið tríggjar ferðir við HB, tað var árini 1988, 1990 og 1998. Bæði á landsliðnum og á HB liðnum spældi Kaj Leo sum málmaður. Hann hevur ikki heilt slept fótbóltinum enn, men spælir fótbólt við Oldboys hjá HB av og á. Í 2010 vann hann gull við oldboys liðnum hjá HB, tá teir vunnu finaludystirnir Inni í Dal á Sandoynni 25. september 2010. Kaj Leo Johannesen hevur eisini spælt hondbólt. Hann leikti við Kyndli, sum er hondbóltsfelag úr Havn. Hann leikti 163 dystir og skoraði 625 mál. Sangari. Kaj Leo sang saman við føroyska landsliðnum og Jóannes Jacobsen, tá hann var málmaður á føroyska landsliðnum. "Vit herja á" kom út í 1990, Kaj Leo syngur sangin "Vit syngja". Hesin sangurin var eisini útgivin í 1998 á fløguni "Tólvti maður". Familja. Foreldrini eru Leo Hans Johannesen (deyður 1991) og Karin Holm Johannesen, bæði ættað úr Mykinesi. Hann er giftur við Jórun fødd Bærentsen, dóttir Jonnu og Ebba Bærentsen. Tey eiga synirnar Heina (føddur í 2000), Jákup (føddur í 2001) og Jónas (føddur í 2006). Hann og familjan búgva í dag á Teigi í vesturbýnum í Havn. Í uppvøkstri hansara búleikaðist familjan í bæði vestur- og eysturbýnum. Soleiðis búði Kaj Leo fyrstu 12 árini í Brøttulíð, og síðani tey næstu 14 í Tjarnarlág. Kaj Leo er einsamallur drongur í einum systkinaflokki upp á fimm, ið eisini telur systrarnar Liss, Marin, Jákubinu og Oddvør. Ávísingar úteftir. Johannesen, Kaj Leo Moses Olsen. Moses Olsen (føddur 10. juni 1938 í Sisimiut – deyður 25. september 2008 í Nuuk) var grønlendskur politikari og yrkjari, stovnaði saman við Jonathan Motzfeldt og Lars Emil Johansen flokkin Siumut í 1977. Moses Olsen var fyrstu ferð valdur á Fólkating í 1971. Hann doyði 24. september 2008. Menningarhjálp. Menningarhjálp er ein hjálp til byggja upp nútíðarsamfeløg í tí tilafturskomna heiminum. At hjálpa fátækastu londunum í heiminum veita ríku londini teimum peningahjálp og lán. Tey londini, sum veita menningarhjálpina, seta seg vanliga á odda fyri verkætlanum, sum tey fremja saman við fólkinum á staðnum. Eru náttúruvanlukkur, til dømis jarðskjálvti, fáa vanlukkuraktu londini neyðhjálp: mat, klæði, tjøld og heilivág. Í onkrum londum í Afrika, t.d. Mosambik, er menningarhjálpin størsta inntøka í landinum. Eftir 2. heimsbardaga fóru tey fátæku og ríku londini at álvara at samstarva um at loysa nakrar av trupulleikunum í menningarlondunum. Menningarhjálpin fer beinleiðis úr einum landi í annað. Hon kann eisini koma úr altjóða samtaki, til dømis ST ella ES, sum umboða mong lond. Eisini aðrir felagsskapir hjálpa menningarlondunum. Síðan 1970-árini hevur ST ásett sum mál, at tey ríku londini skulu lata 0.7 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni sum menningarhjálp til fátæk lond. Ætlanin var, at londini skuldu hava rokkið hesum máli í 1980. Tað eru tó bara nøkur fá lond, sum hava rokkið málinum, teirra millum nøkur Norðurlond. Í miðal lata tey ríku londini nú umleið 0.25 prosent av BTÚ í menningar­hjálp. Menningarhjálpin hevur týdning, men enn hevur hon ikki minkað stórvegis um fátækadømið í verðini. Í flestum førum hevur menningar­hjálpin ikki minkað um órættvísið. Menningarlondini hava tikið lán í teimum ríku londunum, og rentur­nar og avgjøldini av hesum lánum eru ein upphædd, sum leingi hevur verið meira enn tíggju ferðir so stór sum menningarhjálpin. Tí eru tað nógv, sum krevja, at tey fátæku londini skulu sleppa undan at rinda alla sína skuld. Ofta er tað ein stjórn, sum langt síðan hevur mist valdið, ið tók hesi stóru lánini. Í 2005 lovaðu tey ríkastu londini í heiminum, tey sonevndu G8-londini, at avskriva lánini hjá teimum fátækastu londunum, men hetta lyftið er ikki hildið enn í 2014. Lond, ið veita menningarhjálp. Nøkur lond, ið fáa menningarhjálp. USA er tað land í heiminum, ið letur mest í menningarhjálp í krónum, meiri enn 31,5 milliardir dollarar, hóast upphæddin bara er 0.19 % av fíggjarlógini. Noreg er tað land í heiminum, ið letur mest í menningarhjálp í prosentum: 1.07 % av fíggjarlóg landsins í 2013. Sum er, lata Føroyar um 4 mió. kr ella 0.05 % av BTÚ-num í menningarhjálp. Menningarhjálp er eisini partur í donskum uttanríkispolitikki. DANIDA eitur hjálpfelagsskapurin hjá donsku stjórnini. Dentur verður lagdur á, at donsk menningarhjálp gagnar fátækastu fólkunum og londunum. Malavi. Lýðveldið Malavi ella bara Malavi (chichewa: "Dziko la Malaŵi", enskt: "Republic of Malaŵi"), er eitt lítið land í Eysturafrika. Malavi hevur mark við Tansania í norðri, Sambia í vestri og Mosambik í suðri. Høvuðsstaður er Lilongwe. Lilongwe hevur umleið 866 túsund íbúgvar. Malavi hevur umleið 17,6 mió. íbúgvar (2018). Almennu málini eru tvey í tali, chichewa og enskt. Miðallívsævin í landinum er 43.45 ár. 37.30 prosent av fólkinum eru ikki lesifør. Sjúkur sum malaria eru vanligar, heilsuverkið er lítið ment og sjúkraviðgerð er ikki ókeypis. 28 % av teimum, sum doyggja á sjúkrahúsi, doyggja av malariasjúku. Tað eru ikki øll, sum hava ráð at fara á sjúkrahús, og tí koma nógvir sjúklingar ongantíð á sjúkrahús. Børn og kvinnur við barn eru í størsta vandabólkinum at fáa malaria. Malavi hevur eisini í fleiri ár verið illa plágað av eyðkvæmi. Tað búgva 13,9 milliónir fólk í Malavi, og er eitt av fátakastu londum í heiminum. Eitt av teimum tryggastu og friðarligastu londunum politiskt í hesum parti í Afrika er Malavi, ið er á háslættanum í syðra enda á Stóra Rivudali. Tey seks størstu fólkasløgini semjast væl. Búskaparliga grundarlagið í Malavi er landbúnaður, men landið roynir at menna aðrar vinnur, t.d. matvøruídnaðin. Tey eru farnir at niðursjóða frukt og gera matolju, framgongd er eisini í námsvinnuni og øðrum ídnaði. Hóast viðurskiftini við grannalondini hava verið ring, tók Malavi ímóti meiri enn einari millión flóttafólkum, ið flýddu undan borgarakrígnum í Mosambik. Mangir malaviar dyrka ikki meiri, enn teimum nýtist í húsarhaldinum. Tað, ið loypur av, verður selt á marknaðinum. Tá ið Malavi tók sjálvræði, gjørdist Hastings Banda forseti í landinum og stýrdi mest sum einsamallur í 30 ár. Í stjórnartíð hansara menti landið seg nógv og kom væl áleiðis at gerast sjálvbjargið; men politisk andstøða varð ikki told, og mong fólk vórðu handtikin, pínd ella sett føst. Í 1993 varð fólkaræðiliga andstøðan ímóti Banda so sterk, at hann mátti leggja frá sær. Landbúnaður er týdningarmesti vinnuvegur í Malavi. Tubbak, te og sukur eru 85% av øllum útflutninginum, og 80% av fólkinum liva av landbúnaði. Til tess at leggja inn meiri dyrkilendi eru mýrar drenaðar og skógur ruddaður. Áir eru byrgdar og brunnar grivnir, so at vatn kann verða veitt á turru grasfløturnar. Oár kunnu koma fólkinum í Malavi ógvuliga illa við. Slakur helmingur av landinum er skógur og skógarlendi, men nógvur skógur verður feldur til brenni og lagdur inn til dyrkilendi. Hvørki olja ella kol eru í Malavi, so vanligasta brenni er trækol, ið er brendur viður, brendur makliga og sleppur ikki at rúka. Nógv dyrkilendið verður lagt inn soleiðis, at skógur verður høgdur niður, eldur settur á trøini, og dyrkað verður í øskuni. Men lendið kann bara verða nýtt stutta tíð, tí at vindur og regn taka moldina burtur. Malavivatn er meiri enn fimtingurin av víddini í Malavi. Tað er av størstu og djúpastu vøtnum í heiminum. Nógv verður fiskað í vatninum, og her eru fleiri enn 500 flskasløg. Mest verður veitt av fiskinum usipa, ið er átøkur sardin. Hann verður turkaður á strondini og seldur um alt landið. Hesin fiskur er týdningarmesti proteinkostur hjá teimum stívliga 15 milliónum (2010) fólkunum í Malavi. Fiskimenn fanga fagurlittar fiskar, nevndir cichlid. Teir verða fluttir út og havdir í fiskabúrum um alian heim. Heili 88% av fólkinum í Malavi búgva á bygd, og fáastaðni í Afrika hevur býarvøksturin verið so lítil. Mesta fólkið býr á láglendinum, kallað dambos, har jørðin stendur undir í vatni í regntíðini. Vanliga eru bygdirnar smáar, og bygdarfólkið nær skylt. Mótsett øðrum londum í Afrika liva størstu fólkasløgini í Malavi - chewas, nyanja, tumbuka, tonga, ngonis og yao - saman í sátt og semju. Marshalloyggjar. Marshalloyggjar (marshalloyskt: "Aolepān Aorōkin M̧ajeļ", enskt: "Republic of the Marshall Islands") eru oyggjaland í Oseania. Marshalloyggjar hava bara umleið 54 túsund íbúgvarar (des. 2011). Størsti býurin og høvuðsstaður er Majuro. Majuro hevur umleið 26 túsund íbúgvar. Almennu málini eru tvey í tali, marshalloyskt og enskt. Miðallívsævin í landinum er 73,03 ár. 6,3 prosent av fólkinum eru ikki lesifør. Søga. Marshalloyggjar hevur verið hjáland hjá USA. Landið gjørdist fullveldi og lýðveldi 21. oktober 1986. Marshalloyggjar hevur enn nógv samband við USA. Politikkur. Marshalloyggjarnar eru limir í Compact of Free Association við Sambandsríki Amerika. Íbúgvar á Marshalloyggjum hava rætt at búsetast og arbeiða í USA og at gera sjálvbodna tænastu í amerikanska herinum. Landafrøði. Marshalloyggjarnar eru tilsamans 1.152 oyggjar. Oyggjarnar eru 176 km2 spreiddar yvir eitt øki pá 1 millión km2. Móti suðureystri finna vit millum annað Jaluit, Kwajalein, Rongelap, Bikini og Enewetak. Norðaru oyggarnar fáa minni avfall enn tær sunnaru oyggjarnar. Compact of Free Association. The Compact of Free Association (COFA) er samgonga ímillum Sambandsríki Amerika og 3 av gomlu hjálondum tess. USA hevur hernaðarligu ábyrgdina fyri oyggjunum, samstundis sum teir lata teimum menningarhjálp og annan búskaparligu fyriskift, m.a. handilssáttmálar við USA. Londini í Compact of Free Association atkvøðir oftast við USA í aðalfundinum í ST. Allar oyggjarnar hava fingið sáttmála um frælsan felagsskap, við USA, sum sær til, at búskaparligur stuðul verður veittur aftur fyri havnarættindi og rættindi til hernaðarliga hjáveru. USA rindar oyggjaríkjunum fyri at varðveita sína hermálsligu støðu í hesum pørtum av Kyrrahavi. Tað merkir eisini, at USA er bundið til at verja oyggjarnar. Hesi lond - Mikronesiasamveldið, Marshalloyggjar og Palau - hava øll formligt fullveldi, men sáttmálin um frælsan felagsskap tilskilar amerikonskum myndugleikum ávís rættindi og áleggur teimum skyldur á ymsum málsøkjum, eitt nú í uttanríkismálum, verjumálum, fjarskiftismálum og í málum viðvíkjandi útlendingaeftirliti, umhvørvisvernd, fíggjarligum stuðli og gjaldoyra. Tað málsøki, sum USA í øllum trimum londunum hevur tilskilað sær burturav, eru verjumál, sum USA hevur fult ræði á og ábyrgd av. Hóast sáttmálarnir kunnu sigast upp, annaðhvørt við semju millum báðar partar ella einsæris, verða ásetingarnar um verjumál kortini framvegis í gildi í eitt ávíst áramál. Í sáttmálanum við Palau er ein áseting, sum útilokar alt hervald uttan hitt amerikanska, og hon er galdandi í óavmarkaða tíð, ella til londini sínámillum semjast um at seta hana úr gildi. Eitt tættari samband er hinvegin millum USA og m.a. Norðurmarianoyggjar og Guam. HUÐRAR. HUÐRAR er ein føroyskur leikbólkur, sum varð settur á stovn í januar 2007 við tí fyri eyga at vera við til at menna ungu føroysku leiklistina. Tey í bólkinum samdust síðan um at seta upp gamla og navnframa leikin "Othello", ið William Shakespeare hevur skrivað. Orsøkin, til at júst "Othello" varð valdur, var hon, at Shakespeare - tó at nærum 500 ár eru liðin, síðani hann fór foldum frá - skrivaði um sera grundleggjandi menniskjalig evni og fyribrigdi. Hansara hugsanir um menniskjuna eru gamlar, men velja vit at viðgera hesar við nýggjum útlátsráðum. HUÐRAR, uttanlands og í Føroyum. 2009: "Modical du théatre". Leikbólkurin varð útvaldur, sum einasti nordurlenski bólkur, at framføra Othello á heimsfestivalinum í Monako. Hetta er størsti heiður at fáa innan áhugaleik, og báðar framførslurnar á Grace Kelly Theatre fingu standandi lógvabrest. 2009: "Ísland". Framført var í Reykjavík og Húsavík í Íslandi. Ferðin ver væleydnað og ein góð upphiting til Monaco. 2009: "G! Festivalurin". Leikbólkurin frumsýndi leikin "Hann vil verda Prins Essa" á barnatiltakinum á G! Eisini vóru Huðrar við í listakrassji vid flottum búnum frá bARBARU í gONGINI og DJÒR á undirgrundini. 2009: "Othello í Norðurlandahúsinum og Mentanarhúsinum í Fuglafirði". Long tíð var liðin síðan leikurin var sýndur seinast og leikbólkurin valdi at samla pening inn til uttanlandsferðina við at sýna leikin seinastu ferð í Føroyum. 2009: "Manager og nýggjir limir". Nógvur eftirspurningur er eftir leikbólkinum uttanlands og summarið framamfyri okkum var fult bookað og kravdi nógva fyrireiking. Pauli Nielsen, fyrrverandi stjóri á venjingarskúlanum, takkaði ja til heiti sum okkara manager og hetta eru vit sera fegin um. Petur Meinhard Elleby Andersen, áhugaleikari og Jensia Høgaard Dam á klaver eru sera dugnalig og vit eru sera heppin at tey vildu verda vid í leikbólkinum. 2009: "MESS opnar heimasíðuna". Leikbólkurin framførdi brot úr Othello tá ið MESS hevði ókeypis tiltak í Reinsarínum at vísa heimasíðuna. 2008: "NEATA festival í Riga". Huðrar vóru vald av Máf at umboða Føroyar á Baltiska festivalinum í Riga, høvuðsstaðurin í Letlandi. 2008:"Leikurin Othello var sýndur í Sjónleikarhúsinum 3. - 14. mai". Sýningarnar vóru sera væl vitjaðar, og leikbólkurin fekk nógva umtalu, bæði góða og minni góða. Bruttotjóðarúrtøka. Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) er virðið á øllum tænastum, ið verða veittar í einum landi, eina ávísa tíð. Løgmanssteypið. Løgmanssteypið er ein kapping í Føroyskum fótbólti, nevnd eftir steypinum, ið verður latið vinnaranum. Steypið eitur eftir hægsta embætinum í Føroyum, sum er løgmansembæti. Kappingin hevur áður verið nevnd "Kappingin um Ísafjarðarsúluna". Kappingin byrjar tíðliga um várið, áðrenn vanliga fótbóltskappingin byrjar. Fyrst eru innleiðandi dystir, har lið úr bestu deildini, 1. deild og 2. deild spæla dystir móti hvør øðrum, og vinnarin kemur víðari. Síðan eru kvartfinalur, hálvfinalur og at enda eru bert tvey lið eftir, sum so spæla finaluna. Vinnarin vinnur Løgmanssteypið og rættin til at spæla úti í Evropa. HB er tað fótbóltsfelagið, sum oftast hevur vunnið Løgmanssteypið. Finalan hevur oftast verið spæld í høvuðsstaðnum, men í 2010 og 2011 varð finalan spæld í Klaksvík, sama vikuskiftið sum Summarfestivalurin var hildin í Klaksvík. Í 2012 varð finalan tó flutt aftur til Havnar, og var hon leikt á Tórsvølli. Hetta var avgjørt í februar 2012, tá FSF gjørdi avtalu við Tórshavnar kommunu. Samstundis var sagt, at ætlanin var at hava hinar steypafinalurnar í fótbólti, bæði í vaksnamanna og ungdómsdeildunum, á Tórsvølli sama vikuskifti sum finalurnar hjá monnum og kvinnum bleiv leikt. Og soleiðis bleiv tað eisini. Steypafinalurnar 2012. Allar steypafinalurnar 2012 vóru leiktar á Tórsvølli vikusftið 24. og 25. august 2012. Siloa. Siloa er samkomuhúsið hjá Brøðrasamkomuni í Fuglafirði. Navnið Siloa er bíbilskt staðarnavn, navnið á eini keldu við Jerúsalem. Ezekias (kongur uml. 715 - 687 f. Kr.) veitti hesa keldu gjøgnum 533 metrar langan tunnil inn um býarmúrin, har hon rann út í hyl, ið varð kallaður Siloa. Mývatn. Mývatn er 4. størsta vatn í Íslandi. Tað liggur á norðurlandinum í 300 metra hædd. Vatnið er 37 km2 til støddar, og er 4 metrar djúpt í tí djúpasta. Navnið "Mývatn" hevur tað fingið, tí har eru so nógvir og stórir mýggjabitar um summarið. Av tí at vatnið er so grunt, eru góðar liviumstøður hjá bæði fugli, fiski og plantum. Og fyri at umhvørvið ikki skal oyðileggjast av fólki, er vakt á økinum altíð. Fuglar í túsundatali og av øllum sløgum hava Mývatn økið sum búpláss. Í vatninum eru eisini nógv síl, og ein á, sum rennur úr Mývatni, Laksá, er ein tann besta laksaáin í Íslandi. Nógv ferðafólk, bæði íslendingar og útlendingar, vitja Mývatn, sum er eitt sera kent og vakurt útferðarpláss í Íslandi. Mývatn liggur á eldgosøkinum, har markið gongur millum tveir av heimsins størstu jarðarflakum, Evrasiuflakan og tann norðuramerikanska flakan. Seinast goysti her í nítjanhundraðsjeytifimm í samfull níggju ár á einum ellivu kilometra longum teini. Har til ber at síggja avleiðingar av eldgosum tey seinastu tvey hundraðtúsund árini Gullfossur. Gullfossur ("tann gylti fossurin") er tann kendasti fossurin í Íslandi. Tað fossandi vatnið frá Gullfossi hongur í luftini sum sirm, og í sólskini sæst ein vakur ælabogi í fossinum. Gullfossur er partur av tí vatnríku ánni Hvítá. Í tveimum støðum fossar vatnið frá 32 m hædd niður í eina 70 m djúpa og 2 ½ km langa gjógv. Geysir er 9 km frá Gullfossur. Eimskip. Eimskip, Eimskipafélag Íslands, er ein íslendskur reiðarí. Fyritøkan byrjaði virksemi sítt í 1914, og hava spakuliga arbeitt seg upp. Nú hava tey aftur ætlanir um at víðka virksemi. Eimskip hevur skrivstovu í Kanada, Niðurlond, Danmark, Norra, Svøríki, Føroyum, USA og Týsklandi. Eimskip hevur 12 skip. Eimskip siglir til Týsklands, USA, Føroyar, Svøríki, Norra, Danmark, Niðurlond, og Kanada úr Íslandi. Í felagnum arbeiða 1.200 fólk tilsamans. Perlan (Reykjavík). Í 1991 varð ein stór matstova bygd í Reykjavík, sum kallast Perlan. Hon er bygd omaná seks stórum tangum, sum taka 24 milliónir litrar av vatni og næstan helvtin av íbúgvaru­num í Reykjavík fáa vatn úr tangunum. Matstovan sten­d­ur á einum heyggi, sum eitur Öskju­hlið, og úr matstovuni er heilt óvanliga flott útsýni. Geysir. Geysir liggur ikki so langt frá Reykjavík, og er eitt sera væl vitjað útferðarmál í Íslandi. Geysir er ein av teimum kendastu heitu keldunum í Íslandi, sum hevur goyst síðan 1300 talið. Men í dag er tað bert møguligt at fáa kelduna at goysa, um sápa verður latin niðurí. Men tá goysir eisini himmalhøgt, og ferðafólkini fáa tað at síggja, sum tey vildu. Grundin til, at summar av teimum heitu keldunum ikki goysa longur, er tí at fólk hava tveitt steinar og annað niður í opið, og hetta er í dag strangliga bannað. Annars eru avmarkingar at halda seg til, tá vitjað verður har, tí vandi er fyri at brenna seg av tí glóðheita vatninum, sum prutlar í hesum heitu keldunum. 100 metrar frá Geysir er Strokkur, sum eisini er ein kend goskelda, men hon er ikki so stór sum Geysir. Hon goysir tó enn av sær sjálvum, og gosið kemur 30 m upp í loft. Fosturtøka. Fosturtøka er steðgur av barnsburðartilgongdini, áðrenn fostrið sjálvbjargið. Fyrisitingarligi munurin á einari fosturtøku og einum deyðføddum barni er at deyðfødd børn vera partur av føðingarhagtølunum, fáa eitt navn, fáa útvega eina deyðaváttan og verða jarða. Føroyar. Í Føroyum er lógin frá 1959 viðvíkjandi fosturtøku enn í gildi (anordning nr. 228 af 20. juni 1959 om ikrafttræden på Færøerne af lov om foranstaltninger i anledning af svangerskab m.m.") Sambært hesi lóg kann avgerð um fosturtøku verða tikin av einum sjúkrahúsyvirlækna, sum er settur á einum av teimum 3 sjúkrahúsunum í Føroyum, "dersom afbrydelsen er nødvendig for at afværge alvorlig fare for kvindens liv eller helbred og såfremt tilfældet er begrundet i sygdom, og dette er konstateret på et af de i loven omhandlede sygehuse". Sigurbjörn Einarsson. Sigurbjörn Einarsson (30. juni 1911 – 28. august 2008) var biskupur Íslands frá árinum 1959 til árið 1981. Sonur hansara er Karl Sigurbjörnsson. Kirkjan í Dali. Kristoffur Kristoffersen, verkfrøðingur, og Sverri Dahl, fornfrøðingur, í Havn, teknaðu, og Jákup Oluf Jacobsen, byggimeistari í Fuglafirði, stóð fyri timburarbeiðinum. Kirkjan er góðar 6 m breið og 11,9 m long. Á norðursíðuni er forkirkjan, ein útbygningur, sum er 3,8 m langur og 3,6 m breiður. Joe Biden. Joseph Robinette Biden (føddur 20. november 1942 í Scranton, Pennsylvania) er komandi forseti í USA, senatorur úr Delaware. Hann hevur stóra uttanríkispolitiska vitan og er formaður í Uttanríkisnevndini hjá senatinum. Biden sat í amerikanska senatinum frá 1973, til hann tók við sum varaforseti hjá Barack Obama í 2009. Han hevur stillað upp til forsetavalið fleiri ferðir, fyrst í 1988 og aftur í 2008 og í 2020 bleiv hann valdur til forseta. "Hvussu kunnu republikanararnir verja ætlanina at hækka skattin, tá meðalstættin hevur verið jarðað tey seinastu fýra árini", spurdi Biden í einari røðu fyri demokratiskum stuðlum í statinum North Carolina í okt. 2012. Seinni hevur Biden roynt at rætta mistakið við at siga, at hann var mismæltur, og at hann skuldi siga, at meðalstættin var jarðað av tí politikki, sum Mitt Romney (R) styðjar. Eisini Hvítu Húsini hava roynt at rætta mistakið hjá varaforsetanum. Republikanararnir vóru skjótir at gera sær dælt av mistakinum hjá Biden. Á einum veljarafundi í Iowa segði varaforsetaevnið hjá republikanarunum, Paul Ryan (R), at hann var púra samdur við Joe Biden í, at meðalstættin er jarðað tey seinastu fýra árini. Páll Holm Johannesen. Páll Holm Johannesen er føroyskur rithøvundur, føddur í 1980, og hevur lokið BA- prógv í stjórnmálafrøði og MA - prógv í Evropavísund. Í 2005 var Páll í starvsvenjing á føroysku ES-sendistovuni í Brussel, og hann hevur eisini roynt seg sum tíðindamann á Sosialinum og í sjón- og útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Saman við Heina í Skorini ritstjórnaði hann Krossvegir, sum er eitt essay-savn um átrúnað og politikk í Føroyum. Brandur Enni. Brandur Helgason Enni er føddur á Tvøroyri 15. apríl 1989. Hann er virkin tónleikari av Tvøroyri, sangari og sangskrivari. Hann gjørdist av fyrstan tíð kendur sum partur av væl umtóktu barnafløgunum við Kulum Rótum. 12 ára gamal útgáv hann í 2002 sína debutfløgu, ", ið seldi fleiri enn 5.000 eintøk. Síðan 2005 hevur Brandur javnan vitjað í Svøríki, har hann hevur arbeitt saman við lagsmiðunum hjá tónlistaforlagið Air Chrysalis Scandinavia. Samstarvið við Air Chrysalis endaði við, at Brandur varð upptikin á tónleikaskúlan Musikmakarna í Örnsköldsvik í Svøríki. Seinnu árini hevur Brandur lagt seg alt meira eftir at skriva egnar sangir og framføra teir á konsertum og festivalum. Hann hevur havt framførslur á eitt nú Summar Festivalinum, á G! Festivalinum, á Jóansøkufestivalinum., á Ó-Festivalinum. Tróndur Enni sum eisini er tónleikari og sangari er beiggi Brandur. Teir framføra ofta saman á konsertum í Føroyum. Ein av teimum royndu føroysku poppkomponistunum hevur kallað Brand tann mest lovandi unga popptónasmiðjin í føroyskum tónleiki. Lívsleið. a> og øðrum londum við bert 12 ára gamal, tá hann útgav sína fyrstu fløvu "Waiting in the Moonlight”. Brandur Enni gjørdist barnastjørna í Føroyum og Íslandi, og sum síðani hevur ment seg til sangskrivara og tónleikara á altjóða stigi. Brandur byrjaði at syngja longu sum tvey ára gamal, gav sína fyrstu plátu út tá hann var 12 ár og gjørdist straks eitt húsarhaldsnavn bæði í Føroyum og Íslandi. Upprunaliga var ungi maðurin av Tvøroyri bert ein av fleiri sangarum á Kular Røtur-fløgunum, men eyðsýndu sanggávurnar og smittandi sjarman gjørdu Brandur til eitt upplagt evni til eina barnastjörnu – eitt sera væl umtókt fyribrigdi í Norðurlondum um aldarskiftið. Í 2002 varð 13 ára gamli Brandur av Tvøroyri vorðin heimskendur í Føroyum við skríggjandi gentum í hólunum og 5000 seldum eintøkum av debutfløguni "Waiting in the Moonlight". Síðani tá hevur hann verið við á fleiri fløgum – bæði í Føroyum og í Svøríki. Brandur er av Tvøroyri og kemur frá einari familju, har fleiri av teimum spæla tónleik. Beiggi Brand, Tróndur Enni, sum eisini er millum kendu føroysku tónleikararnar, plagdi at taka Brand við sær til venjingar í rokkbólkinum hjá honum, tá Brandur var umleið trý ár. Her plagdi Brandur at sovna hóast larmin. Seinni byrjaði áhugin fyri popptónleiki tó at vaksa, og Brandur fór at læra seg at syngja eins væl sum tær fyrimyndirnar, hann hevði fingið uttan úr heimi. Fyrsta fløgan, "Waiting in The Moonlight", kom út í 2002, og síðani hetta hevur Brandur verið á eini langari ferð. Hann var einans 13 ára gamal, tá fyrsta fløgan kom út, og av somu orsøk var rødd hansara ei heldur liðugt ment. Sum bara 17 ára gamal flutti Brandur til Svøríki, har hann gekk á einum lítlum sangskrivaraskúla í Norðursvøríki, til hann var 19 árá gamal. Eftir hetta flutti hann til Stockholm, har hann hevði fingið sáttmála í lag við eitt stórt plátufelag. Brandur hevur í 2008 verið við í Eurovision-kappingini í Svøríki, men vann tó ikki. Hann hevur eisini sungið ein sang í sambandi við premieruna av ungdómsfilminum High School Musical 3. Brandur sang duet við svensku sangarinnuni Molly Sandén, sangurin eitur "Just här, just nu". Sangurin hevur ofta verið at hoyra í sjónvarpsrásini Disney Channel. Í 2010 varð hann heiðraður sum besti sangari á Planet Awards. Brandur hevur eisini verið ein av trúføstu gestunum á Summarfestivalinum. Brandur hevur ferðast nógv við tónleiki, hann hevur havt framførslur uttanlands, og eitt skifti búleikaðist hann í Svøríki, áðrenn hann kom heim aftur til Føroya at búgva í 2012. Áðrenn Brandur Enni flutti aftur til Føroya, fekst hann nógv við tónleik í Svøríki, har hann gekk á tónleikaskúla. Hann sang m.a. lagið "Lullaby" í innleiðandi sangkappingini "Melodifestivalen" í Svøríki í 2008. Síðani hevur hann t.d. luttikið í svenska Grand Prix'num, samstarvað við eini røð av svenskum singer-songwriters og verið á konsertferðum m.a. við Evropeiska Melodi Grand Prix vinnaranum í 2009, Alexander Rybak. Hóast ungu árini, hevur Brandur Enni drúgvar royndir á norðurlendskum tónleikapallum. Umframt sína framúr góðu rödd, spælir Brandur akustiskan gittar, klaver, trompet og horn. High School Musical 3 sangurin "Right here right now". Í 2008 sang Brandur duett við Molly Sandén sangin úr Disney filminum High School Musical 3: Senior Year, sum varð umsettur til svenskt. Tey bæði sungu sangin á svenskum, svenska heitið er "Just här, just nu". Svenska sangkappingin Melodifestivalen 2008. Í 2008 sang Brandur Enni sangin Lullaby í innleiðandi sangkappingini "Melodifestivalen" í Svøríki. Vinnarin kom víðari til "Eurovision Song Contest". Brandur gjørdist nummar 5 og kom ikki víðari til finaluna sum var í Beograd í Serbia. Tað gjørdist Charlotte Perrelli, sum kom at umboða Svøríki til Eurovision sang kappingina. Planet Awards 2009 - Besti sangari. Brandur Enni vann Planet virðisløn í bólkinum "Besti Sangari" í Planet Awards 2009. Í alt 6 virðislønir vóru latnar umframt eitt herðaklapp. Brandur var eisini tilnevndur sum "Besti sangari" til Planet Awards 2010, tó uttan at vinna. Kular Røtur. Kular Røtur er ein føroyskur tónleikabólkur. Á jólum 1999 kom tann fyrsta av trimum fløgum við Kulum Rótum. Nógvir av sangunum gjørdist alt fyri eitt sera væl umtóktir, og skjótt var fyrsta fløgan uppseld. Alt árið 2000 varð nógv spurt eftir teimum væl umtóktu Kulu Rótunum, og saman við góðu vinunum Trølla Pæturi, ommuni og Nósa varð sungið og dansað fyri børnum í øllum aldri. Til jóla tað árið kom so onnur fløgan. Summarið 2001 fóru Kulu Røturnar eina minniliga ferð til Grønlands, og eftir tað fóru trøll og børn spakuliga hvør til sítt. Kanska var orsøkin, at Trølla Pætur var vorðin filmsstjørna, og ein av Kulu Rótunum, Brandur Enni, barnastjørna. Men ein fløga kom kortini afturat í 2002. Tíðin hevur víst, at sangir sum "Hon er omma mín", "Karin", "Vera" og "Tey kalla meg Babe" eru vorðnir fólkaogn. Miðnámsflokkurin. Miðnámsflokkurin (L) er ein polittiskur flokkur í Føroyum. Miðnámsflokkurin varð stovnaður í 2007. Leiðari er Bergur Johannesen. Alphabeat. Alphabeat er ein danskur tónleikabólkur. Alphabeat hevur sín uppruna í danska býnum Silkeborg. Fyrstu árini spældu tey undir navninum "Sodastar", men skiftu so til núverandi navn. Alphabeat gav í 2007 sína fyrstu fløgu út, og hon fekk sera góð ummæli í donskum miðlum. Ummælarar vóru ovurfegnir um tann glaðan og fangandi popptónleikin hjá bólkinum. Sangir sum 10.000 Nights Of Thunder og Fascination hava verið stór hitt. Í 2007 flutti bólkurin til London, og har skuldi grundarlag skapast fyri einum størri evropeiskum gjøgnumbroti. Og tað er væl ávegis. Alphabeat stormar fram, fólk flokkast á konsertunum hjá teimum. Tónleikarásin MTV roknar við, at Alphabeat fer at gerast eitt av teimum heilt stóru nøvnunum í Evropa í 2008. Guðrið Hansdóttir. Guðrið Hansdóttir (fødd 6. oktober 1980 í Tórshavn sum Guðrið Hansen) er ein føroysk songkvinna, sangskrivari og tónleikari. Hon er uppvaksin á Argjum og hevur fingist við tónleik, síðan hon var blaðung. Hon er dóttir Louisu og Hans Carl Hansen. Pápi hennara er ein kendur guitarleikari í Føroyum, hann hevur eitt nú spælt við orkestrunum "Straight Ahead" og "Streingjasúpan". Tá Guðrið var 14-ára gomul lærdi pápi hennara hana at spæla guittar, og so fór hon í holt við at gera sínar egnu sangir. Guðrið hevur seinastu árini verið ein tann best umtókta føroyska songkvinnan. Hon flutti til Íslands at búgva eftir útgávuni av "Beyond the Grey" í 2011. Seinnu árini hava alt fleiri fólk lagt merki til hennara sangir og framførslur. Hon hevur áður spælt á Summar Festivalinum. Hon hevur tvær ferðir vunnið heiðurslønir á Planet Awards. Fyrst varð hon kosin Ársins songkvinna í 2007 og síðan varð fløga hennara The Sky is Opening kosin Ársins útgáva á Planet Awards 2009. Guðrið er kend fyri at hava sínar framførslur í vøkrum kjólum, og sangirnir hjá henni eru frálíkir. Síðani sangirnir komu út á fløgu, hava teir fingið ta viðurkenning, sum teir hava uppiborið. Triðja tónleikaútgávan hjá Guðrið, Beyond the Grey, varð í Íslandi vald til nummar 9 á einum topp-10 lista yvir bestu tónleikaútgávur í Íslandi tað árið (2011). Í 2013 stovaðu Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen elektro-duo'ina Byrta. Janus býr í Íslandi, har hann er ein av fýra limum í tónleikabólkinum Bloodgroup. Guðrið búði í Íslandi í 1½ ár frá summarinum 2011 til umleið ársskiftið 2012/13, og har funnu tey bæði útav at samstarva um nýggja popptónleik, og nú hava tey stovnað bólkin Byrta. Guðrið hevur skrivað allan tónleikin, meðan Janus spælir øll ljóðførini og hevur framleitt fløguna, sum kom út í mai 2013. Tónleikaútgávur við Byrta. Byrta er ein tónleikaduo við Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen. Tey góvu út fleiri stakløg í 2013 og eina fløgu í mai 2013. Smokie. Smokie er enskur rokkbólkur úr Bradford. Bólkurin, sum hevur verið virkin í 40 ár og hevur havt óteljandi hitt, er framvegis í stórformi. Smokie komu fram í sjeytiárunum, tá ið teirra løttu rokksangir gjørdust víðagitnir, men eisini árini síðani hevur bólkurin skrivað og spælt kendar sangir. Burtur úr stóru rúgvuni av sangum, sum hava gjørt Smokie til eitt víðagitið navn, kunnu nevnast Livin' Next Door To Alice, Oh Carol, Needles And Pins, Mexican Girl, Lay Back In The Arms Of Someone, I'll Meet You At Midnight og Boulevard Of Broken Dreams. Smokie hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og framført. Seinasta framførðsla í Føroyum var í 2008 á Summarfestivalinum í Klaksvík. Basim. Basim (føddur Anis Basim Moujahid hin 4. juli 1992) er ein danskur sangari. Í sjónvarpsrøðini X Factor í 2008 tók hann pallin við stormi og brakaði ígjøgnum sjónvarpsskíggjan og út til danir og føroyingar, sum fylgdu við sangkappingini. Basim býr stutt uttanfyri Keypmannahavn. Hann hevur arbeitt á McDonald's í frítíðini, men frameftir verður alt meira tíð nýtt til tónleikin. Foreldrini hjá Basim eru úr Marokko, og tað verður sagt, at sangevnini eru í familjuni. Pápin hevur sungið bæði í heimlandinum og Spania. Í 2014 vann hann Dansk Melodi Grand Prix sangkappingina og umboðaði Danmark í Eurovision Song Contest 2014 í Keypmannahavn, har hann endaði á 9. plássi við 74 stigum. Sølva Ford. Sølva Ford hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í nógv ár. Kendasti sangurin, sum hon hevur sungið, man vera "Troystartámi", sum hevur verið ein ordans slagari. Nú gongur Sølva nýggjar leiðir. Hon hevur givið fløguna Á Kærleikans Gøtum út, og á fløguni er erligur og ektaður countrypoppur. Sølva viðgongur, at hennara lív hevur ikki bara verið lætt, men nú hevur endurfunnð Gud og hevur eitt gott lív. Bet You Are William. Bet You Are William er ein føroyskur rokktónleikabólkur úr Havn. Um bólkin. Ein sangur. Eitt rimmar hitt. Tað er søgan um bólkin Bet You Are William higartil, men meira er í væntu, nú sangurin Here We Go Stereo hevur slóðað fyri. Høvuðsmaður í bólkinum er Petur Háberg, sum hevur verið virkin tónleikari seinnu árini, og eisini hevur spælt á Summar Festivalinum áður. Tónleikurin hjá Bet You Are William er stundum lívligur og ágangandi, men stundum friðarligur og inniligur. Ein evnaríkur ungur sangskrivari og sangari stendur á odda fyri bólkinum, og á pallinum røkkur tónleikurin og sjarman langt út yvir pallkantin. Eager To Please. Eager To Please er føroyskur rockbólkur. Bólkurin varð stovnaður í 2005, og fimm tónleikarar spæla við. Eager To Please hevur spælt til Prix Føroyar og Global Battle of the Bands, og fyri kortum góvu teir fløgu út – There's No Pleasin' Some People. Reynagarður. Prestagarðurin Reynagarður er bygdur umleið 1630 í fýra londum rundan um eitt steinsett tún. Vesturlonin, sum er nýístandsett, er gjørd eftir donskum bindingsverksniði, Suðurlonin er gjørd í føroyskum stavsniði við samlingum, sum vísa, at hon neyvan er yngri enn frá 1600-talinum. Súluskerið. Hvørt summar gera 10 staðkendir menn eina ferð út til Súluskerið, sum er væl kent millum føroyskar sjómenn. Sula Sgeir (á føroyskum Súluskerið) er ein lítil oyggj sum hoyrir til Skotland. Norðanfyri Suðuroyggjarnar liggur Súluskerið, sum ber keltiska navnið Sula Sgeir. Ofta verður sagt, at Súluskerið er okkara nærmasti granni. Skulu vit verða heilt neyv so er tað lítla oyggin Rona. Hon vinnur á Súluskerinum við 1 km. Hóast føroyskir sjómenn hava valt at kalla Sulu Sgeir fyri Súluskerið, so er í stødd meira talan um ein hólm, 15 ha. Súluskerið verður nevnt Sula Sgeir á geliskum, og prógvar tað, at føroyska málið og keltisku málini hava nøkur orð til felags. Enska orðið fyri súlu er "gannet". Súluskerið ber 30.000 súlur og 15.000 havhestar. Bretsku friðingarmyndugleikarnir hava givið monnunum í lítla býnum, Port of Ness, loyvi at taka 2000 omplar eina ferð um árið. Ness liggur norðast í norðastu suðuroynni Lewis. Har er manntómt nærum alt árið, burtursæð frá nøkrum vikum um summarið. Tá fara 10 mans av oynni Lewis til Súluskerið at taka 2000 omplar. Súluveiða á Súluskeri. Ikki er henda veiðan av 2000 omplum loyvd uttan treytir. Treytirnar eru, at Nessmenn bert fara ta einu ferðina um árið, og verður hon gjørd á hvørjum sumri. Tað er eisini ein treyt, at bert 10 Nessmenn kunnu fara við hesa ferðina, og skulu tað vera menn, ið eru royndir í leikum. Aloftast verða plássini til súluveiðina arvað frá faðiri til son. Tá talan er um nýggjan mann, er altíð talan um ein úr Ness, ella økinum har um leiðir. Sjáldan verður roynt at slúsa meir enn ein nýggjan mann við til hesa í Suðuroyggjum tiltiknu veiðuferðina. Nessmenn eru vanliga 2 til 3 vikur úti á Súla Sgeir. Teir skulu hava nógvan proviant og nógva útgerð við, og tí plaga teir vanliga at leiga ein lítlan trolara til at føra útgerð, proviant og manning út til Súluskerið. Sami trolari tekur so menninar, útgerðina og fongdin aftur til Ness, tá liðugt er, og omplarnir eru fingnir til høldar. Norðdepil. Norðdepil er ein bygd á eystursíðuni á Borðoynni. Bygdin liggur beint yvirav Hvannasundi, sum er á vestursíðuni á Viðoynni. Í 1974 kom byrging um Hvannasund, so Borðoyggin og Viðoyggin vórðu samanbundnar. Í 1963 vóru tunlar gjørdir, soleiðis at koyrandi bleiv millum Norðdepil og Klaksvík. Í 1895 varð skúli bygdur í Norðdepli, og hesin er til enn, tó ganga børnini í skúla á Fossánesi frá fyrsta til sjeynda flokk og í Klaksvík í framhaldsdeildini. Norðdepil er partur av Hvannasunds kommunu. Vinnulív. Í Norðdepli arbeiða tey flestu innan fiski- og alivinnuna, nakrir útróðrarmenn eru. Síðan tunlarnir komu í 1967 hava fólk í Norðdepli eisini havt møguleika fyri at arbeiða í Klaksvík og aðra staðir í landinum. Eitt flakavirki varð bygt í Norðdepli í 1963. Alibrúk eru báðumegin byrginina, sum er millum Borðoy og Viðoy (millum Norðdepil og Hvannasund). Hvalastøðin í Norðdepli. Í 1898 bygdu norðmenn eina hvalastøð í Norðdepli. Fyrstu eigararnir vóru Andorsen & Neumann, frá 1899 til 1912 vóru tað P. Michelsen, Sandefjord ið áttu hvalastøðina, frá 1913-1920 var eigarin A/S Suderø, tá var støði ikki í brúk. E. Abrahamsen er seinasti eigarin, hvalastøðin læt aftur í 1920. Róðrarfelag. Bygdirnar Norðdepil og Hvannasund eru felags um kappróðrarfelagið Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag. Bátarnir sum felagið eigur ella hevur átt eru: Ritan, Lokkin, Sundabáturin og Norðingur. Sundabáturin vann føroyameistaraheitið í 2004, 2007 og 2008. Minnisvarði. Tollaksmessudag 23. desember 2013 var ein minnisvarði avdúkaður í Norðdepli, yvir tey sum farin eru á sjónum, tann dagin vóru liðin júst 100 ár, síðani Norðdepilsbáturin fórst, saman við tveimum øðrum bátum úr Norðoyggjum – bátunum av Skarði og úr Kunoy. Hvannasunds kommuna hevði latið gera henda minnisvarðan til minnis um tey, sum farin eru á sjónum. Minnisvarðin stendur norðanfyri kirkjugarðin, í nánd av gamla skúla í Norðdepli. Strond. Strond er ein er bygd í Borðoynni. Um leið 1930 gjørdist bygdin fólkaleys, og síðani hevur eingin búð har. Petur Martin Rasmussen. Petur Martin Rasmussen (føddur 1931 á Skála er prestur og hevur skrivað um føroyska kirkjusøgu og almenna søgu. Petur Martin var formaður í Føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn 1956-57. Hann var blaðstjóri á»Kirkjutíðindum«1963-69 og 1974-76. Árini 1961-62 var hann prestur í Norðuroya vestara prestagjaldi, hann var lærari á Føroya Studentaskúla 1962-66, prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi 1965-71, og frá 1971 prestur á Eiði. Í 1987 gjørdist hann doktari í gudfrøði við teologiska fakultetið við Lunds universitet. Doktararitgerð hansara ber heitið "Den færøske sprogrejsning med særligt henblik på kampen om færøsk kirkesprog i national og partipolitisk belysning". Keldur. Rasmussen, Petur Martin Eva Eriksson. Eva Eriksson (fødd 1949 í Halmstad) er svenskur myndprýðari og rithøvundur. Hevur serliga gjørt humoristiskar og søtleikafyltar myndir. Myndirnar eru av barndómi og familjulívi, kenslubornar og fjálgar og altíð við eitt sindur av ørskapi í. Tær eru realistiskar, klassiskt bygdar við ljós og skugga-virknaði. Persónar og dýr hava eitt livandi kropsmál og trillrund andlit. Hon arbeiðir deils við tussj og akvarell, í svørt/hvítum og við blýanti og við litblýanti. Myndprýðingar. Sært tú Rósa, skýggini, Rósa hyggur at verðini í Ein halastjørna er komin, Suttan hjá Peri Gitte Klein. Gitte Klein (fødd 5. januar 1974) er rithøvundur, lærari og marknaðarføringsøkonomur. Starvast á Argja skúla. Hevur skrivað søgur í Mína jólabók og STROK. Gitter er nevndarlimur í Rithøvundafelag Føroya. Janus á Húsagarði. Janus á Húsagarði í 2014 Føroyskt frímerki frá 2010, sum Janus hevur teknað Janus á Húsagarði (føddur í Tórshavn 13. desember 1975) er føroyskur teknari og rithøvundur. Hann hevur teknað, síðan hann var smádrongur. Tá ið Janus var liðugur at ganga í skúla, arbeiddi hann umborð á Norrønu í seks summur, um veturin fjakkaði hann serliga í Asia. Á fjakkaraferðunum hevur hann teknað alla staðni, hann kom fram, og fekk nógvan íblástur, haðani hann ferðaðist. Síðani hevur Janus lært til snikkara og hevur búð úti á bygd í Føroyum í nógv ár, men er nú fluttur til Havnar við unnustu sínari og tveimum børnum. Janus arbeiðir nú sum snikkari, men brúkar nógv av sínum fríløtum at tekna. Dreymurin er at kunna brúka enn meira tíð uppá at tekna, mála, dreya og telgja trælutir. Í februar 2014 læt hann upp gallarí í Jansstovugøtu 10 í Havn. Jorge Luis Borges. Jorge Luis Borges (audio) (24. august 1899 – 14. juni 1986) var argentinskur rithøvundur. Í 1914 flutti familja hansara til Evropa og var har til 1921, tá ið tey vendu aftur til Buenos Aires. Frá 1956 til 1970 starvaðist hann sum professari í bókmentum á lærda háskúlanum í Buenos Aires. Lív hansara var nógv ávirkað av hernaðarstjórnini í Argentina. Mong hava eisini undrast á, hví Borges ikki fekk Nobel heiðurslønina í bókmentum og hava gitt, at tað kanska var orsakað av, at hann serliga í áttatiárunum ikki mótmælti hernaðarstýrunum í Argentina, Kíli, Uruguei og aðrastaðni. Hann misti so við og við sjónina; av tí at hann ongantíð lærdi seg blindaskrift, gjørdist mamma hansara skrivari hjá honum, til hon doyði. Hann var serliga kendur fyri sínar stuttsøgur og yrkingar, men tókst við mangar aðrar greinir av bókmentum, umframt at týða. Countrytónleikur. Countrytónleikur er tónleikarøð. Countrytónleikur tók seg upp sum fólkatónleikur ímillum hvíta, fátæka fólkið í Kentucky og Tennessee í USA. Stóru víddirnar, kúrekin og setandi sólin eru afturvendandi partar í einum røttum amerikonskum countrysangi. Her hjá okkum er tað havið, ið skapar víddirnar. Setningar sum "Eg aftur pløga skal Atlantshav" og "Lítlum báti rekist eg á" kundu verið tiknir úr einum countrysangi. Gamaní var sjómaðurin ein orsøk til at countrytónleikur gjørdist so væl umtóktur hjá bygdafrellum í Føroyum, men eisini onnur viðurskfiti, sum røkka út um sjómannin gera seg galdandi. Sjómaður ella landkrabbi, mannfólk ella konufólk, so er kjarnin í einum ektaðum countrysangi heimlongsul. Jörg Haider. Jörg Haider (26. januar 1950 – 11. oktober 2008) var ein eysturríkskur politikari. Hann var kendur í Evropa sum andlitið hjá teim ekstremt høgravendu flokkunum. Kendi sera høgravendi politikkarin læt lív, tá hann fór út av vegnum nærhendis bústaði sínum í Eysturríki. Á valinum í september 2008 fekk flokkur hansara, Frælsisflokkurin, 10,7 prosent av atkvøðunum. Jörg gjørdi politiska karrieru í Eysturríkska Frælsisflokkinum, og í 1986 gjørdist hann leiðari í flokkinum. Undir hansara leiðslu flutti flokkurin seg út á uttasta høgra vong, og nógv fleiri umstríddar útsagnir gjørdu hann kendan í øllum Evropa. M.a. rósti hann Waffen SS, og heiðraði fyrrverandi limum í nazistiska úrvalsherðliðnum. Jörg Haider fór frá sum leiðari í Frælsisflokkinum í 2000, og í 2004 fór hann úr flokkinum, og stovnaði sín egna flokk, Samgonguna Fyri Framtíð Eysturríki. Jörg Haider var provinsguvernørur í Kärnten nú hann doyði. Sambært eysturríkskum miðlum koyrdi hann út av vegnum og bóltaði fleiri ferðir. Sambært VG var Jörg Haider einsamallur í bilinum, sum koyrdi út av vegnum í Klagenfurt í deilstatinum Kärnten. Jörg Haider gjørdist 58 ára gamal. Judas Priest. Judas Priest er ein enskur heavy-metal-tónleikabólkur úr Birmingham. Judas Priest er eitt sera kent navn innan heavy metal-tónleik. Judas Priest bleiv stovnaður í mai 1969 av Al Atkins. Bólkurin er roknaður, sum ein av teimum mest indfluttningsríku heavy metal-bólkunum í heiminum, og hevur selt meira enn 100 milliónir plátur. VG. VG (stytting fyri Verdens Gang) er norskt tíðindablað, sum hevur verið útgivið síðan 1945. Við 300 000 lesarum er VG mest lisna tíðindablað í Noregi. Blaðstjórar. "Kelda: Eide, Martin: "Blod, sverte og gledestårer", 1995" Dagen Magazinet. Dagen Magazinet er kristiligt tíðindablað úr Noregi. Blaðstjóri er Odd Sverre Hove. Eggjarnar. Eggjarnar (Skúvanes), sum eisini hoyrir til Vágsbjørg, er sera eyðkent forberg, um 200 m høgt, sunnanvert við Vágseið vestanfyri Vág í Suðuroynni. Tað er ofta at síggja avmyndað á natúrmyndum ella brúkt sum motiv í listarverkum. Vegur er niðan til Eggjarnar, hann byrjar í Vági og eitur Eggjarvegur, tað er síðugøta til Líðarveg á sunnaru síðu av Vágsfirði. Vegurin støðgar bert umleið 25 metrar frá eggini, bergið er steyrrætt niður í Atlantshavið. Útsýnið er einastandandi av Eggjunum. Øll vestursíðan av sunnaru helvt av oynni sæst. Móti suðuri sæst Beinisvørð, sum er hægsa forberg í Suðuroynni og næsthægsta forberg í Føroyum. Loranstøðin á Eggjunum. Undir seinna heimsbardaga bygdu amerikanarar eina loranstøð á Skúvanesi og reistu 4 høgar meistrar har uppi; fyrsta signalið fór í luftina 15. okt 1943. Støðin, ið var peilistøð og hevði til uppgávu at leiðbeina skip og flogfør, varð drivin av bretum, ið høvdu Føroyar hersettar undir krígnum, men hon helt fram at virka aftan á kríggið eisini. Tá ið bretar tóku seg aftur í 1946, yvirtóku danir hana. Hon var í brúki til desember 1977. Myndir. Útsýni av Eggjunum suðureftir. Føroyskt frímerki. Fiskur. Fiskur er ryggdýr við fjaðrum og sterti ið livir í vatni el. sjógvi og andar vanliga við táknum. Fiskar eru ofta eitrandi. Tí eru fleiri sløg vandamikil at eta. Tann hættisligasti fiskurin er blásifiskurin, sum hevur eitt eitur, sum kallast "tetrodoxin". Tað skal bert 0,1 gramm av eitrinum til at drepa eitt vaksið folk eftir 20 minuttum. Fiskurin sjálvur fær ikki skaða av eitrinum. Sjálvt um fiskurin er eitrandi, verður hann hildin at vera ein sannur leskibiti í m.a. Japan. Hesin serligi fiskarætturin kallast "fugu". Kokkar eru fleiri ár um at læra seg at skera eitrandi partin av fiksinum burtur uttan at eitra restina av fiskakjøtinum. Hóast størt varsemi, verða fleiri fólk á hvørjum ári eitraði, tí tey eta fugu. Orðið "fiskur" verður nýtt í ymiskum týdningum. Fyrr merkti tað alt, sum kundi fiskast, eitt nú skejladýr, høgguslokkar, vanligur fiskur og viðhvørt eisini hvalur. Í vísindaligum høpi verður orðið nýtt um hávar og beinfiskar umframt aðrar bólkar av fiski. Í havinum eru funnin 59% av øllum fiskasløgum, men heili 41% eru í vøtnum og áum, sum í vavi ikki eru meira enn umleið 1% av jarðflatanum. Eitt prosent av fiskasløgunum er ein part av lívinum í sjógvi og seinni í vatni, til dømis állur. Onnur fiskasløg sum t.d. síl og laksur eru fyrst í vatni og síðan í sjógvi. Okkurt fiskaslag kann skifta millum sjógv og vatn eftir vild, eitt dømi um tílíkt fiskaslag er kombikk. Í heimshøpi eru skrásett umleið 26,000 fiskasløg, og av teimum eru uml. 240 undir Føroyum. Av teimum sløgunum eru tey flestu beinfiskar. Støddin á fiskasløgunum er sera ymisk. Norskahvoysa (Phrynorhombus norvegicus) og stubbar (Gobiidae) verða ikki meira enn ávikavíst umleið 12 og 7 cm long, men kalvi er tann størsti beinfiskurin. Hann kann gerast upp til uml. 3 m. langur. Tunfiskar (1-3 m.) eru eisini stórir, men eru bert í føroyskum sjógvi ávísar partar av árinum. Tann størsti bróskfiskurin í føroyskum sjógvi er brugda, sum gerst yvir 12 m. long. Undir Føroyum eru nøkur fá fiskasløg, sum eru at finna í stórum nøgdum mett í vekt: Av teimum kunnu nevnast svartkjaftur, toskur, upsi, hvítingsbróðir, svartkalvi, stóri kongafiskur, nebbasild, gullaksur, trantkongafiskur og lítil kongafiskur. Fram til 1968 var nógv av sild undir Føroyum. Flokking. Fiskur verður skipaður í tveir høvuðsbólkar, annar uttan og hin við veruligum kjafti við kjaftbeinum. Fyrr nevndi bólkur verður nevndur rundmunnar, og bert sløgini súgari og súgálur eru undir Føroyum. Seinni bólkurin verður aftur býttur í tvey, bróskfiskar (tvørmunnar) og beinfiskar. Bróskfiskar eru hávar, skøtur og havmýs, meðan beinfiskar er so nógv tann størsti bólkurin við m.a. øllum teimum vanligu gagnfiskunum sum sild, laksi, toskafiskum og flatfiskum. Vanligt er eisini at skilja millum botnfisk og uppsjóvarfisk. Botnfiskur livir og etur á ella nær botni. Skilt verður ímillum tveir ymiskar bólkar av botnfiski: Botnfiskur, sum hvílur á botninum (bentiskur fiskur), og botnfiskur, sum sveimar í vatnsúluni beint yvir botninum (bentopelagiskur fiskur). Dømi um bentiskan fisk eru toskur, hýsa, hvítingur, longa, blálonga, brosma, reyðsprøka, skrubba, tunga og skøta. Dømi um bentopelagiskan fisk eru gullaksur, búrfiskur og ymisk hávasløg á djúpum vatni. Uppsjóvarfiskur verður eisini nevndur pelagiskur fiskur. Dømi um epipelagiskan fisk eru makrelur, sild og tunfiskur. Dømi um mesopelagiskan fisk eru svartkjaftur og prikkafiskur. Ein triði háttur at býta fiskar upp eftir er, hvussu og hvar teir liva. Feskvatnsfiskar liva bert í áum og vøtnum, saltvatnsfiskar liva bert í sjógvi, meðan aðrir á ymsum lívsstigum skifta millum feskt vatn og sjógv; Anadromir fiskar, t. d. laksur, hava gýtingar- og uppvakstrarøki í áum og vøtnum, meðan føðiøkið er í sjónum; katadromir fiskar, t. d. állur, verða gýttir í sjónum, meðan uppvakstrarøkið er í ósa- og feskvatni Býur. Býur er stórt fjølbygt øki. Í Føroyum kunnu bygdir/býir við fleiri enn 1.500 íbúgvum nevna seg býir. Í Danmark verður orðið "by" ella "landsby" brúkt um støð, ið hava í minsta lagi 200 íbúgvar, og har ið avstandurin millum húsini er í mesta lagi 200 metrar, og har parturin av summarhúsum ikki fer uppum 50%. Í Svøríki verður orðið "tätort" nýtt um miðalstórir býir, meðan "ort" svarar nøkulunda til tað føroyska orðið bygd og "stad" verður nýtt um sera stórir býir. Søga Týsklands. Ríkið Karlamagnusar fór sundur í mong smá fúrstadømi, tá ið hann doyði í 814. Miðevropa og Vesturevropa vóru illa plágað av víkingum, sum herjaðu og rændu, og um somu tíð floymdu ungarnar eisini inn yvir Evropa. Tað tóktist, sum kundi eingin steðga teimum. Otto Mikli (23. november 912 – 7. mai 973) gjørdist kongur í Týsklandi í 936. Í 955 sigraði hann á ungarum í bardaganum við ánna Lech í Suðurtýsklandi. Teir flýddu og hóttu ikki longur Vesturevropa. Sigurin gav honum so stóran myndugleika, at pávin krýndi hann til keisara í 962. Tá varð týska-rómverska keisaraveldið stovnað. Hetta ríkið varir til 1806, tá Napoléon 1. (15. august 1769 – 5. mai 1821), keisari í Fraklandi, vinnur á ríkinum. Tá ið napoleonskríggini vóru av í 1815, vóru mangir týskarar, sum vildu hava eitt sameint Týskland. At sissa teir var ein leyslig ríkjasamgonga stovnað. Royndirnar at savna Týskland í 1848 miseydnaðust. Í 1861 gjørdist Wilhelm 1. (22. mars 1797 – 9. mars 1888) kongur í Proyslandi, størsta týska ríkinum. Fremsti politikari hansara, Otto von Bismarck (1. apríl 1815 – 30. juli 1898), var sannførdur um, at skuldi Týskland verða savnað við proysum á odda, slapst ikki undan kríggi. Í 1864 leyp hann á Danmark og í 1866 Eysturríki og vann á báðum, og Proysland fekk stór landøki. Síðan royndi hann at vinna norðurtýskarar í sín part við eini frílyntari stjórnarskipanarlóg. Í 1870 eggjaði hann franska keisaranum Napoleoni 3. (20. apríl 1808 – 9. januar 1873) at bjóða Proyslandi av í kríggi. Týsku herdeildirnar vunnu lættliga á fraklendingum. Teir tóku Napoleon fanga og løgdu landslutir í Eysturfraklandi undir seg. Í 1871 útnevndi Bismarck Wilhelm kong til týskan keisara. Týskland byrjaði annað verðins kríggi (1939-1945) - seinni heimsbardagi kom í av ætlanum Hitlers at leggja onnur lond undir Týskland. Týskland gav seg treytaleyst undir teir sameindu 8. mai 1945. Eitt eftirlitsráð undir herovastunum hjá teimum trimum sterkastu sigursveldunum Eisenhower (USA), Montgomery (Bretland) og Sjukov (Sovjetsamveldið) tók valdið í Týsklandi. Týskland varð síðan býtt í fýra hersetingarøki, og USA, Bretland, Frakland og Sovjetsamveldið stýrdu hvør sínum øki. Eftir at teir fýra sigursharrarnir, Stóra Bretland, Frakland, USA og Sovjetsamveldið ikki kundu sameinast um framtíðina hjá Týsklandi, vórðu Lýðveldini Vesturtýskland og Eysturtýskland stovnað. Dagsins Týskland varð til, tá londini Vesturtýskland og Eysturtýskland vórðu sameind 3. oktober 1990. Kyiv. Kyiv er høvuðsstaður í Ukreina. Hon er við ánna Dneprá, størstu á í Ukreina. Kiev hevur mangan verið álopin uttanífrá. Í 9. øld var hann miðdepil í einum handilsríki, ið víkingar høvdu bygt. Seinni tóku mongolar býin, og í 14. øld kom hann undir Pólska-litaviska ríkið. Í 17. øld tóku russar Kiev, og seinni vórðu Kiev limað inn í Sovjetsamveldið. Býurin fór ógvuliga í Øðrum heimsbardaga, men var bygdur uppaftur í 50- og 60-árunum og er nú týdningarmikil samferðslu-, mentanar- og útbúgvingarmiðdepil. Odessa. Standmynd av Katarinu tí Stóru er nógv vitja av ferðandi, sum vitja Odessa Odessa (ukrainskt: Одеса, russiskt: Оде́сса) er triðstørsti býur í Ukraina. Í 2011 var fólkatalið 1.006.242. Fyrst í 20. øld var býurin tann størsti í Ukraina og í New Russia landslutinum. Odessa er ein stórur havnabýur, sum liggur á norðurstrondini við Svartahavið og ein fyrisitingarligur miðdepil í Odessa Oblast. Býurin er eisini ein mentanarmiðdepil við íbúgvum, sum eru av fjøltáttaðum uppruna. Í 19. øld var Odessa fjórðstørsti býur í Russiska Keisararíkinum næst eftir Moskva, Sankta Pætursborg og Warszawa. Søga. Umleið 550 á.Kr. varð ein búseting í Odessa av grikkum. Fornaldarleivdir váttað at tað er samband millum Eysturmiðalhavið og Odessa. Í miðøld var Odessa undir ymiskum stýrum, t.d. var býurin stýrdur av nomadum, petshenegum (turkiskt fólkaslag) og Osmanniska Ríkinum. Fyrsta havnin í Odessa varð bygd í 1794. Ítróttur. Fótbóltur er best umtókti ítrótturin í Odessa. Tað størsta fótbóltsfelagið har eitur FC Chornomorets Odesa, tey spæla í bestu fótbóltsdeildini í Ukraina. Ljviv. Ljviv er býur í Ukraina. Býurin hevur 729 842 íbúgvar (2012). Kharkiv. Kharkiv er býur í Ukraina. Í 2007 var fólkatalið 1.461.000. Donetsk. Donetsk (ukrainsk: Донецьк, russisk: Донецк) er býur í eystur Ukraina og høvuðsstaður í Donetsk oblast. Har búgva umleið 965.800 fólk (2011). Tokyo. Tokyo er høvuðsstaðurin í Japan. Tokyo (japanskt: "東京" ella "Tōkyō"), alment nevnt "Tokyo Metropolis" (japanskt: "東京都" ella "Tōkyō-to"), finst á eystari síðu í høvuðsoynni Honshū. Tokyo er eitt tað fólkaríkasta øki í heiminum við yvir 35 milliónum íbúgvum. Hann er eisini miðdepil fyri øllum ídnað og handli í Japan. Hann er mettur at vera størsti býur í heiminum og veksur við eini hálvari millión um árið. Menn meta, at 12 mill. av fólki býr í sjálvum býnum, men við teimum býum, sum hann er vaksin saman við (Yokohama og Kawasaki), kemur talið upp í 37 mill. ella meira. Tokyo er tíðarhóskandi býur, sum stendur mát í vakurleika og skynsamari bygging við stórbýirnar í Evropu og Ameriku; men ferðslan og mongd av fólki á gøtunum er væl størri. Kyoto. Kyoto á korti yvir Japan Kyoto er ein býur og landslutur (prefektur) í Japan. Býurin var høvuðsstaður Japans frá (794–1868). Í dag veður býurin sæddur sum mentanarhøvuðsstaður Japans, tí umleið 60% av mentanararvi Japans eru har. Nógv hava hoyrt um býin í samband við Kyoto sáttmálan frá 1997 um at minka um nýtslu av drívhúsgassi, fyri at betra um alheims umhvørvið. Nagoya. Nagoya er ein býur í Japan. Býurin hevur 2 266 851 íbúgvar (2012). Osaka. Osaka (大阪) er ein býur í Japan. Har búgva umleið 2,872 milliónir fólk. Býurin liggur á Honshu oynni og er triðstørsyi býur Japans, næst eftir Tokyo og Yokohama. Hiroshima. Hesin bygningur stendur sum ein minnisvarði til minnis um atombumbuna sum varð slept yvir býin 6. august 1945. Hiroshima (japanskt mál: 広島) er ein býur á oynni Honshû í Japan. Í januar 2010 búðu 1.173.980 fólk har. Støddin á býnum er 741,63 km². Sum tann fyrsti býurin í søguni varð Hirshima raktur av fyrstu atombumbuni nakrantíð, tá USA hin 6. august 1945, undir Seinna heimsbardaga, slepti einari atombumbu yvir býin. Tað var bumbuflogfarið Enola Gay ið kastaði bumbuna. Bumban brast kl. 8.15, og fá sekundir seinni sást eitt kraftigt ljós, ein sjokkbylgja kom og so sást eitt risastórt skýggj, sum í formi líktist einum hundalandi. Hildið verður at millum 90.000 – 166.000 doyðu beinanvegin ella í einum 2-4 mánaða tíðarskeiði eftir at atombumban varð slept. Umleið helmingurin av hesum fólkum doyðu sama dag, sum bumban brast, hini í døgunum ella vikunum eftir. Tey flestu sum doyðu vóru vanlig sivil fólk, sjálvt um tað var ein hernaðarstøð í Hiroshima. Nagasaki. Nagasaki er høvuðsstaður í Nagasaki prefektur á oynni Kyushu í Japan. Hin 9. august 1945 undir Seinna heimsbardaga, bleiv onnur atombumban í søguni slept niður yvir býin. Nógv fólk doyðu, hildið verður at millum 60.000 og 80.000 fólk doyðu og umleið 20.000 komu til skaða. Kobe. Kobe er ein havnabýur í Japan. Býurin hevur 1 530 000 íbúgvar (2007). Yokohama. Yokohama er býur í Japan. Býurin hevur 3 697 006 íbúgvar (2012). Fukuoka. Fukuoka er ein býur í Japan. Býurin hevur 1 429 000 íbúgvar (2007). Kawasaki. Kawasaki er ein býur í Japan. Býurin er tann 9. størsti í Japan, hann liggur millum Tokyo og Yokohama og er ein partur av Greater Tokyo. Tama áin skilir býin frá høvuðsstaðnum. Býurin liggur framvið syðra áarbakka av Tamaánni og fevnir um eina strípu av landøki á umleið 30 km. Fólkatalið er umleið 1,4 milliónir. Býurin er sera tætt bygdur, har búgva 10.070 fólk pr. km2. Saitama. Saitama er ein býur í Japan. Býurin hevur 1 235 428 íbúgvar (2012). Sendai. Sendai er ein býur í Japan. Býurin hevur 1 060 877 íbúgvar (2007). Nagano. Nagano er ein býur á oynni Honshu í Japan. Í 1998 vóru OL-veturleikirnir í býnum. Montréal. Montréal er ein býur í Kanada, sum hevur umleið 1.6 mió íbúgvar. Býurin er størsti býur í Quebec og næststørsti býur í Kanada. Montréal var vertsbýur fyri Summar-OL 1976. Næst eftir París í Fraklandi, er býurin næststørsti fransktalandi býurin í heiminum. Kagoshima. Kagoshima er ein býur í Japan. Býurin hevur 604 571 íbúgvar (2007). Tampere. Tampere (svenskt: "Tammerfors") er triðstørsti býur í Finnlandi. Tað eru 210.000 íbúgvarar í Tampere, harav bert 1000 svensk-finnar eru í býnum. Býurin er kendur vinnubýur við hátøkni, ríkum lestrarumhvørvi, gransking, og er grannabýur við Nokia. Mongu timbur- pappírs- og klædnaverksmiðjurnar, sum fyrr lógu mitt í býnum vegna stóru ánna, ið flutti timbrið, verða í dag í stóran mun nýttar sum sum søvn, matstovur, miðlaverkstaðir og til undirvísing av ymiskum slagi. Calgary. Calgary er ein býur í Alberta í Kanada. Býurin hevur umleið 1 096 833 íbúgvar (2011). Í 1988 var býurin vertur fyri Vetrar-OL. Edmonton. Edmonton er ein býur í Kanada. Býurin er høvuðsstaður í landslutinum Alberta. Í 2016 búðu í Edmonton umleið 932.000 fólk. Guangzhou. Zhujiang New Town er ein býarpartur í Guangzhou Guangzhou (Kinesiskt: 广州) er ein býur í Kina, sum fyrr hevur verið kendur undir nøvnunum Canton ella Kwangchow. Guangzhou er høvuðsstaður og størsti býur í Guangdong landslutinum. Býurin liggur við áarbakkan á Zhujiang ánni, sum er triðlongsta áin í Kina, hon er 2.197 km long. Seoul. Seoul (koreanskt: 서울; hanja mál: 首爾/首尔) er høvuðsstaður í Suðurkorea. Tað búgva umleið 10 milliónir í Seoul, men um forstaðirnir vera taldir við, so er fólkatalið 25 milliónir, sum ger Seoul til næststørstsa bý í Asia, næst eftir Tokyo. Seoul liggur í útnyrðingshorninum av Suðurkorea, ikki so langt frá markinum til Norðurkorea. Helmingurin av íbúgvunum í Suðurkorea búgva í Seoul. Olympisku leikirnir vóru hildnir í Seoul í 1988. Søgan hjá býnum Seoul er yvir 2000 ára gomul og gongur aftur til ár 18 á.Kr., tá ið býurin varð stovnaður av Baekje, ein av teimum trimum kongsveldunum í Korea. Býurin helt fram at vera høvuðsstaður í Korea undir Joseon ríkinum. Seoul høvuðsstaðarøkið hevur fimm UNESCO heimsarvar: Changdeok slottið, Hwaseong skansin, Jongmyo, Namhansanseong og Kongaligu grøvirnar hjá Joseon ríkinum. Seoul er umgirt av fjøllum, tað hægsta er Bukhansan, ið er heimsins mest vitjaða tjóðarlund pr. kvadratfót. Nútíðar staðarmerki eru eitt nú tað sermerkta N Seoul Tornið, tann gull-klæddið 63 Bygningurin, neofuturistiska Dongdaemun Design Plaza, Lotte World, ið er heimsins størsta innandura temaparkin, Moonlight Rainbow Fountain, the world's longest bridge fountain og Sevit Flótandi Oyggjarnar. Soul er staðið har ið K-popp og Koreanska Aldan byrjaðu, Seoul hevði meira enn 10 milliónir altjóða vitjandi í 2014, ið gjørdi býin til heimsins 9. mest vitjaða bý og 4. størsti eftir inntjening frá ferðavinnu. Søga. Búseting fram við Han ánni, har ið dagsins Seoul liggur, byrjaði umleið 4000 á.Kr. Seoul verður fyrstu ferð nevndur sum Wiryeseong, høvuðsstaðurin í Baekje (stovnaður í 18 á.Kr.) í landnyrðingspartinum av Seoul-økinum. Fleiri býarmúrar eru varðveittir í økinum, ið eru frá hesi tíðini. Pungnaptoseong, ein leirmúrur beint uttanfyri Seoul, verður av mongum hildin at hava verið á høvuðs Wiryeseong staðnum. Trý Kongsveldi kappaðist um hetta strategiska økið, og ræði á økinum fór frá Baekje til Goguryeo í 5. øld, og frá Goguryeo til Silla í 6. øld. Í 11. øld bygdi Goryeo, ið tók við eftir Sameinda Silla, eina summarborg í Seoul, ið varð nevdur sum tann "Syðri Høvuðsstaðurin". Tað var ikki fyrr enn tá, at Seoul gjørdist ein størri býur. Tá ið Joseon kom í staðin fyri Goryeo, varð høvuðsstaðurin fluttur til Seoul (eisini kendur sum Hanyang og seinni sum Hanseong), og bleiv verandi har til ríkið fall. Gyeongbok Borgin, bygd í 14. øld, var kongaligur bústaður til 1592. Hin stóra borgin, Changdeokgung, ið varð bygd í 1405, virkaði sum høvuðs kongsborg frá 1611 til 1872. Halifax. Halifax er ein býur í Kanada, høvuðsbýur í Nova Scotia. Fólkatalið í býnum er umleið 350.000. Fredericton. Fredericton er høvuðsstaður í New Brunswick í Kanada. Býurin hevur 56.224 íbúgvar í 2011. Winnipeg. Winnipeg er ein stórbýur, sum liggur miðskeiðis í Kanada. Winnipeg er høvuðsstaður og størsti býur í landslutinum Manitoba. Býurin hevur umleið 730 018 íbúgvar í 2011. Buffalo. Buffalo er býur í New York í Sambandsríkinum Amerika. Buffalo hevur 261 310 íbúgvar (2010). Kavi um veturin. Kavi í Buffalo í 1977. Í Buffalo kom hálvurannar metrar av kava upp á minni enn eitt samdøgur í nov. 2014. Eitt skifti týsdagin 18. nov. kavaði tíggju sentimetrar um tíman. 20. november verður roknað við, at kavahæddin kemur upp á tveir metrar í Buffalo.Sambært borgarstjóranum í býnum, Byron Brown, vita tey ikki um slíkan kava í býnum tey seinastu 40 árini. Cleveland. Cleveland er amerikanskur stórbýur í stakríkinum Ohio. Cleveland er næststørsti býur í Ohio og hevði umleið 397.000 íbúgvar í 2010. Býurin liggur á suðurstrondini við Erievatn, í landnyrðingsparti av stakríkinum. Denver. Denver er høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Colorado. Denver er eisini størsti býur í Colorado; býurin hevði meiri enn 716.000 íbúgvar í 2018. Býurin liggur miðskeiðis millum Cheyenne norðanfyri og Colorado Springs sunnanfyri. Vestanfyri býin eru Klettafjøll og Stóru Grasfløturnar liggja eystanfyri. Við fótin av Klettafjøllum, umleið 40 kilometrar í ein útnyrðing úr Denver, liggur universitetsbýurin Boulder. Seattle. Seattle er stórbýur á vestursíðuni í amerikanska stakríkinum Washington. Býurin hevði umleið 688.000 íbúgvar í 2017. Seattle hevur sera góða skipahavn, og haðani verður flutt bæði nógv timbur og korn, long jarnbreyt gongur frá býnum eystur í landið. Býurin er uppkallaður eftir tí vísa høvdinginum Seattle (1780-1866). Portland. Portland er ein býur í Oregon í Sambandsríkinum Amerika. Býurin hevur 583 776 íbúgvar (2010). Sydney. Sydney er býur í Avstralia. Á føroyskum verður býurin ofta nevndur Sidney. Sydney er størsti og elsti býurin í Avstralia. Hann varð bygdur í 1788 sum ensk fangalega við einum 1500 fangum. Nú búgva yvir 4,6 mió. fólk í Sydney. Býurin er bygdur báðumegin ein langan fjørð og hevur tí eina góðan skipahavn, og hagar koma skip úr øllum heimsins londum. Hann er tí ein stórur handilsstaður. Býurin er við Port Jackson, ein øgiliga stór náttúruhavn, sum m.a. Sydney Harbour Bridge gongur um tætt við Operahúsið. Sydney er eisini stórur ídnaðarstaður; hann stendur ímillum teir stóru stálvirkisbýirnar Port Kembla og Newcastle. Í Sydney er triðingurin av øllum landsins ídnaði; har gera teir vognar, jarnbreytir, traktorar, lastbilar, kranar, landbúnaðaramboð, skip og annað, og har eru eisini stór ullvirki, mjólkarvirki, slaktihallir og leðurvirki. Stór kolanám eru tætt við býin, og nógv kol umframt annað, sum flutt verður út úr Avstralia, verður skipað inn í Sydney. Sydney er týðandi ídnaðar- og ferðamannabýur. Melbourne. thumb Melbourne, sum er høvuðsstaður í Viktoria, er stórur býur, og landið uttan um býin er eitt tað fruktabesta í Avstralia. Fólkatalið í býnum er umleið 4,250 mió (2012). Brisbane. Brisbane er høvuðsstaður í Queenslandi. Brisbane er býur í Avstralia og hevur 2 004 262 íbúgvar (2009). Brisbane er størsti býur og høvuðsstaður í Queenslandi. Hann er havnabýur við munnan á Brisbaneá. Brisbane er góður havnarbýur og stórur ídnaðarbýur. Í so máta líkist Brisbane høvuðsstaðnum í hinum londunum, sum allir eru tætt við áir og við sjógvin. Sum hinir høvuðsstaðirnir er Brisbane miðdepilin fyri handlinum í landinum, hann er høvuðsstaður í. Handilsøkið er tætt við havnina. Tað eru serliga ídnaðarvørurnar kjøt, sukur, ull og frukt, sum verða edlaðar og avskipaðar her, og eisini metal og viður. Brisbane hevur javnliga lýtt veðurlag, miðalhitin á vetri er 17 °C og á sumri 25 °C; eingin dagur í Brisbane er kaldari enn ein góður summardagur í Føroyum. Dallas. Dallas er ein býur í stakríkinum Texas í USA. Í býnum búgva knapt 1,2 milliónir fólk, meðan tað í Stór-Dallas búgva yvir 5 milliónir íbúgvar. Býurin varð stovnaður í 1841. Hin 22. november 1963 varð tann táverandi amerikanski forsetin, John F. Kennedy, myrður, meðan hann koyrdi í opnari limousinu gjøgnum býin saman við konu síni. Wichita. Wichita er størsti býur í amerikanska stakríkinum Kansas. Býurin liggur báðumegin Arkansasá, í sunnara parti av lutstatinum. Hann varð grundlagdur i 1864. Í dag búgva har næstan 390 túsund fólk. Jacksonville. Jacksonville er amerikanskur stórbýur í landnyrðingspartinum av stakríkinum Florida. Í sjálvum býnum ("city") búgva umleið 903 túsund fólk; her er Jacksonville størsti býur í Florida. Við forstøðum og útjaðaranum av býnum ("metropolitan area") búgva í Jacksonville meiri enn 1,5 milliónir fólk. Her eru Miami, Tampa/St. Petersburg ("Tampa Bay Area") og Orlando størri. Býurin bleiv doyptur Jacksonville eftir Andrew Jackson, ið var sjeyndi forseti í USA. Perth. Perth er býur í Avstralia og hevur 1,658,992 íbúgvar (2009). Perth er høvuðsstaðurin í lutstatinum Vesturavstralia. Hann er miðdepilin í búskapi og ídnaði í øllum vestara parti. Meira enn ein mió. fólk búgva í Perth. Býurin varð bygdur í 1829, og stórur partur av fólkinum er ættaður úr Evropa eins og flestu aðrir avstralar nú á døgum. Adelaide. Adelaide, høvuðsstaðurin í Suðuravstralia, er havnarbýur á suðursíðuni í Avstralia. Adelaide er ein býur í Avstralia, høvuðsstaður í lutstatinum Suðuravstralia. Í juni 2013 var fólkatalið í býnum umleið 1,29 milliónir. Býurin er fimtstørstur í Avstralia. Har eru tveir flogvøllir, Adelaide Airport og Parafield Airport. Áðrenn býurin gjørdist ein bretskur niðursetubýur í 1836, búðu upprunafólk har í økinum, tey vera nevnd Kaurna Aboriginal (úttalast "Garner" ella "Gowna"). Austin. Austin er fjórðstørsti býurin og høvuðsstaður í amerikanska deilstatinum Texas. Í 2020 búðu fleiri enn 961 túsund fólk í býnum. Søga. Býurin varð grundlagdur í 1835 undir heitinum Waterloo, men longu í 1838 varð niðursetingin uppkallað eftir Stephen F. Austin (1793-1836) og navnið broytt til Austin. Hobart. Hobart er býur í Tasmania í Avstralia. Býurin hevur 211 656 íbúgvar (2011). Darwin, Avstralia. Darwin er høvuðsbýur í Northern Territory í Avstralia. Býurin hevur 136.245 íbúgvar (2013). Býurin liggur við Timorhavið. Býurin varð stovnaður í 1869. Albany. Albany er høvuðsstaður í New York. Albany hevur 97 856 íbúgvar (2010). Tallahassee. Tallahassee er høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Florida. Í 2019 hevði býurin fleiri enn 194 túsund íbugvar. Høvuðsstaðurin liggur í útnyrðingsparti av lutstatinum, í sokallaða "Florida Panhandle". Navnið Tallahassee kemur ur Muskogean, sum merkir "gamal býur" ella "gamlar markir". Broken Hill, New South Wales. Broken Hill er ein býur í vestara partinum av New South Wales í Avstralia. Í 1880-árunum vóru stórar nøgdir funnar av eitt nú zink, blýggj og silvur. Heimsins størsta námsfyritøka, BHP Billiton, hevur sínar røtur í býnum. Springfield. Springfield er høvuðsstaður Illinois i USA. Býurin liggur mitt í stakríkinum. Í 2018 hevði Springfield um leið 114 512 íbúgvar. Áin Sangamon rennur tætt fram við býinum. Søga. Fyrsta búseting var har á staðnum í 1821, undir heitinum Calhoun. Í 1832 fekk býurin navnið Springfield. Longu sjey ár seinni, 1839, gjørdist Springfield høvuðsstaðurin í Illinois. Harrisburg. Harrisburg er høvuðsstaður Pennsylvania, USA. Hann hevur umleið 49 528 íbugvar. Áin Susquehanna rennur fram við býnum. Søga. Í 1710 búsettist enski handilsmaðurin John Harris, eldri. har á staðnum. Í 1785 ætlaði sonurin, John Harris, yngri, at byggja ein bý á ognini hjá faðir sínum. Býurin varð grundlagdur Í 1791 og bleiv doyptur Harrisburg eftir faðirin. Í 1812 gjørdist Harrisburg høvuðsstaðurin í Pennsylvania. Columbus. Columbus er høvuðsstaðurin og størsti býur í amerikanska stakríkinum Ohio. Býurin hevði umleið 787 túsund íbúgvar í 2010. Lansing. Lansing er høvuðsstaður í stakríkinum Michigan í USA. Í 2010 var fólkatalið í býnum 114.297, tað ger býin til sættstørsta býin í Michigan. Um forstaðir vera taldir við er fólkatalið í Lansing stórbýarøki 464.036. Í tí kombineraða hagtalsøkinum hjá Michigan (Combined Statistical Area), har Shiawassee County verður talt við, var fólkatalið 534.684 í 2010. Lansing er tann einasti býurin av teimum 47 høvuðsstaðunum sum liggja í landslutum (counties), ið ikki hevur sæti hjá county-umsitingini. Søga. Býurin varð grundlagdur í 1835. Bara 12 ár seinni, í 1847, gjørdist Lansing høvuðsstaður í stakríkinum. Núverandi borgarstjórin eitur Andy Schor (D). Hann tók við sum borgarstjóri í 2018. Atlanta. Atlanta er høvuðsstaður og størsti býur í amerikanska stakríkinum Georgia. Í Atlanta búðu umleið 498.000 fólk í 2018. Atlanta liggur langt frá vøtnum ella sjógvum, og tí má vatnið heintast langvegis frá. Raleigh. Raleigh (úttala: /ˈrɑːli/) er høvuðsstaður í amerikanska lutstatinum North Carolina. Í 2019 hevði býurin um leið 474 túsund íbúgvar. Hervið er Raleigh næststørsti býur í North Carolina, bara Charlotte er størri. Søga. Raleigh varð grundlagdur í 1792. Býurin er uppkallaður eftir enska rannsóknarleiðaranum Sir Walter Raleigh. Keldur. * Trenton. Trenton er høvuðsstaður New Jersey i USA. Býurin hevur 83 973 íbúgvar (2018). Áin Delaware rennur fram við býnum. Richmond. Richmond er fjórðstørsti býur og høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Virginia. Í 2019 hevði býurin um leið 230 túsund íbúgvar. Við upplandi, forstøðum, verður mett, at fólkatalið kemur upp á 1.282.509. Søga. Býurin varð stovnaður í 1637, men fekk ikki býarstatus fyrr enn í 1737. Í 1779 gjørdist býurin høvuðsstaður í stakríkinum. Býurin er uppkallaður eftir enska býinum Richmond, sum liggur tætt við London, og er nú ein partur av London. Richmond var frá 1861 til 1865 høvuðsstaður í Sameindu Amerikonsku Suðurríkjunum ("Confederate States of America", CSA). Boston. Boston er høvuðsstaður og størsti býur í Massachusetts. Boston liggur á eysturstrondini í Massachusetts í New England-økinum, eitt sindur norðan fyri New York býin. Umframt at vera kendur fyri sínar góðu og nógvu hægru lærustovnar er Boston eisini kendur sum býurin, har "Declaration of Independence" varð undirskrivað í 1776. Sjónvarpsrøðin Boston Legal, Cheers ella Sam's Bar er eisini upptikin í Boston. Tann barrin er opin enn og sær soleiðis út, sum tá ið tey tóku upp. Ally McBeal er somuleiðis upptikið í Boston, býnum sum eisini hýsir The Red Sox, ið vann World Series í hornabóltur í 2007. Annars er Boston eisini kendur fyri vakra fjørðin, "The Big Dig" og modernaða listasavnið. Sum við øllum øðrum stórbýum í USA, so myndar harðskapur og annað líknandi lívið í býnum eisini, serliga náttarlívið. Skúlaskapur. Boston er ein universitetsbýur við tveimum stórum universitetum við umleið 250.000 lesandi tilsamans. Her sigst vera fleiri lærustovnar enn í øllum Stóra Bretlandi. Deildirnar hjá universitetinum eru spjaddar runt um allan býin, sum er ógvuliga sermerktur av studentalívi. Studentar síggjast við fúkandi ferð á súkklum, og kaféirnar eru sum oftast stúgvandi fullar í døgurðatímanum og eftir skúlatíð. Í Boston er tað sum í flest øðrum lestrarbýum trupult at fáa bústað. Í Cambridge í Boston er meðalaldurin á fólki 30 ár. Boston Maraton. Hvørt ár síðan 1897 hevur Boston Maraton verið fyriskipað í býnum. Nógv fólk hava luttikið, ikki bert fólk úr USA men úr fleiri londum. Maraton renningin í Boston verður altíð hildið á "Patriots' Day", sum er triðja mánadag í apríl. Maraton'ið fer fram í fleiri býum í stórbýnum Boston. 15. apríl 2013 gjørdist eitt blóðugt maraton í Boston. Umleið ein tíma eftir at fyrsti rennarin varð komin á mál, klokkan var tá 2:50 lokal tíð, brustu tvær bumbur á "Copley Square" tætt við málstrikuna. Í minsta lagi tveir áskoðarir lótu lív og minst 40 fólk vóru særd. Ein triðja bumba brast uttanfyri "John F. Kennedy Presidential Library and Museum". Olympia (Washington). Olympia er høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Washington. Í ár 2000 hevði býurin 42.514 íbúgvar. Indianapolis. Indianapolis er høvuðsstaðurin og størsti býur í amerikanska stakríkinum Indiana. Býurin hevði 820 445 íbúgvar í 2010. Tær sjey deyðssyndirnar. Fyri at slóða menniskjunum vegin til Gud varð roynt at gera tær lættar at minnast við at gera eitt akrostiskt orð úr teimum, nevniliga "SALIGIA", sum er fyrsti bókstavur í teimum øllum á latínskum, tó í eini aðrari raðfylgju enn á føroyskum, týskum og hinum vanligu málunum, har tað hevði blivið "ASIGLAI" í staðin fyri. Ruanda. Lýðveldið Ruanda (enskt: "Republic of Rwanda", franskt: "République du Rwanda" og kinyarwanda: "Repubulika y'u Rwanda") er eitt lítið land í Miðafrika. Ruanda hevur mark við Burundi í suðri, Tansania í eystri, Uganda í norðri og í vestri við Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. Høvuðsstaðurin í Ruanda er Kigali. Kigali er eisini størsti býur og hevur uml. 1 mió. íbúgvar. Almennu málini eru fýra í tali, kinyarwanda, enskt, franskt og swahiliskt. Fólkatalið í landinum er 11,7 milliónir. Landið er eitt av fátækastu londum í heiminum. Á vári 1994 fóru ósigandi ræðuleikar fram í Ruanda. Í 100 dagar drupu hutuar eina millión tutsiar, meðan ST-herlið hjálparleys hugdu at. Tey høvdu nevniliga fingið boð frá ST um at varðveita friðin, ikki at skapa hann. Ruanda hevur størstu umboðanina av kvinnum í tjóðartinginum, nevniliga 48,8 prosent. Í Føroyum er kvinnuliga umboðanin í Løgtinginum bara 9,4 prosent. Søga. Stríð ímillum fólkasløg hevur merkt søgu Ruanda. Í 1962 tók fjølmentara fólkið, nevnt hutufólkið, ræði frá tutsifólkinum, ið hevði rátt har í stívliga 500 ár. Mong tutsifólk flýddu til grannalondini. Í 1990 leyp Frælsisrørsla Ruanda (RPF), ið tutsifólki stóð á odda fyri, á úr Uganda. Samráðingar vóru um at brýta valdið ímillum bæði fólkasløgini, men í 1994 doyði forsetin í Ruanda, Juvenal Habyarimana (8. mars 1937 – 6. apríl 1994), í flogvanlukku; hildið verður, at menn úr forsetahirðini, høvdu skyldina í flogvanlukkuni. Ógvisligt stríð brast á aftur partanna millum, tað endaði í ræðuligum blóðbaði, og fleiri enn 200.000 fólk - mest tutsiar - vórðu dripin. Hundraðtúsundtals fólk, mest hutufólk, flýddu til Tansania og Kongo. Fólkið. Í 1994 var fólkadráp framt í Ruanda, og um 800.000 fólk vórðu myrd eftir bert 100 døgum. Í Ruanda eru tveir ættarbólkar, hutuar sum eru um 84 prosent av fólkinum og tutsiar, sum eru um 15 prosent. Ein lítil bólkur av hutuarum stóðu fyri drápunum, og teir nýttu m.a. miðlarnar at heita á hutuar um at gera sína skyldu at drepa tutsiar. Miðlarnir høvdu tí ein ræðandi leiklut. Málið er nú at nýta miðlarnar positivt. Hetta skal gerast við at førleikamenna børn, ung og fjølmiðlafólk, sum skulu lýsa og umrøða evnir, sum hava við børn og ung at gera. Ruanda er av fjølbygdastu londum í Afrika, og fólkið fjølgast skjótt. Flestu konur í Ruanda eiga seks børn; í ríku ídnaðarlondunum eiga konurnar eitt ella tvey børn. Men fá fólk í Ruanda liva, til tey eru farin um 50 ár. Miðallívsævin í landinum er bara 49 ár. Sjúkur sum malaria og eyðkvæmi (AIDS) eru vanligar, heilsuverkið er lítið ment, sjúkraviðgerð er ikki ókeypis, tí hava fá ráð at fara til lækna. Flestu fólk í Ruanda liva av landbúnaði. Javnrættindi. Tutsi kvinnurnar í fólkadrápinum í Ruanda í 1994, vórðu píndar, tí tær vóru kvinnur av serligum uppruna, ella úr serligum tjóðskaparligum ella átrúnarligum bólkum. Eitt land í verðini hevur eina betri kvinnuumboðan á tingi enn tann svenska. Tað er Ruanda, har 39 av 80 sessum við valið í september 2003 vórðu settir við konufólki. Ein nýggj stjórnarskipan í Ruanda, sum leggur serligan dent á javnstøðu, ásetur m.a., at konufólkini eiga minst 24 sessir í tjóðartinginum. Dýralívið. Virungagosfjøllini, ið eru tjóðargarður í Ruanda, eru eitt av fáu økjunum í heiminum, har fjallagorillan enn heldur til. Hóast gorillan er friðað, er vandi fyri, at hon verður týnd av ránsveiðu og sviðjubúnaði. Nú eru bara einar 650 gorillur eftir í heiminum. Fjallagorilla er bara í hesum parti í Afrika. Búskapur. Kríggið ímillum tey bæði størstu fólkasløgini - tutsiar og hutuar - hevur syndrað Ruanda, oyðilagt búskapin og gjørt landið til eitt hitt fátækasta í heiminum. Fyri kríggið var mesti útflutningurin í Ruanda kaffi. Nú verður næstan einki dyrkað til útflutnings, hóast 95 prosent av fólkinum arbeiða í landbúnaðinum. Ótryggu viðurskiftini hava gjørt tað næstan ómøguligt, sum er, at menna ídnað og námsvinnu. Námsvinna og smáir bóndagarðar hava altíð havt stóran týdning, og aðrar vinnur taka seg upp nú. Feilur 40. Feilur 40 er ein feilkoda, ið aloftast verður nýtt í samband við feilum/trupuleikum við teldu. Feilur 40 merkir í høvuðsheitum at feilurin er 40 centimetrar frá trupuleikanum. Er trupuleikin í telduni, ja so er feilurin 40 cm. frá telduna. Hetta passar væl saman við tí frástøðu ein brúkari vanliga situr frá sínari teldu og merkir hetta sostatt at feilurin liggur hjá brúkarinum av telduni, tvs. ein brúkarafeilur. Upprunaliga varð setningurin nýttur innanhýsis í ravmagnsvinnuni, soleiðis kundin ikki føldi seg raktan í fall hann hoyrdi teknikarnir tosa um ein "feilur 40". Í dag er setningurin tó so breitt kendur og hava aðrar vinnur, kanska einamest KT-vinnan, tikið hann til sín og er tað tí ikki gjørligt at nýta hann á sama hátt sum fyrr. Ein "Skipan 60-feilur" er av sama slagi. Feilurin er 60 cm. (uml. eina armslongd) frá skipanini. Dan Quayle. James Danforth»Dan«Quayle (føddur 4. februar 1947) var 44. varaforseti í Sambandsríki Amerika millum 1989 og 1993. Hann er limur í Republikanska flokkinum. Quayle bleiv varaforseti í januar 1989, eftir at hann og George H. W. Bush høvdu vunnið á Michael Dukakis, og forsetavalinum hjá demokratunum, í tí sonevnda javnasta valinum í amerikanskari søgu. Bush og Quayle blivu ikki afturvaldir í 1992. Í dag býr Quayle í Phoenix, Arizona, saman við konu sínari, Marylin Quayle, og teirra trimum børn. Hann er kendur fyri sínu mongu stuttligu mistøk sum varaforseti. Restorffs Bryggjarí. 5 av teimun 9 ølunum frá Restorff Restorffs Bryggjarí varð stovnað av Martin Christian Restorff í seinnu helvt av 19. øld í Tórshavn. Øll bjórmerkini hjá bryggjarínum høvdu ártalið 1849. Hetta vísur tó ikki til stovningarár Restorffs, tí framleiðsla av alkohol var bannað í Føroyum til 1856. Martin Christian flutti til Føroya í 1848 við konu sína Else Jacobine f. Jacobsen. Pápi hennara var føroyingur Poul Andreas Jacobsen og mamman var svensk Helene Fagerholm. M.C. Restorff hevði lært til bakara og kondittara, tá hann flutti til Havnar, sum fyrsti bakarasveinur í Føroyum. Restorffs Bryggjarí var í ogn hjá Restorff familjuni til 2002, tá tveir handilsmenn úr Havn keyptu partabrøvini. Teir settu bryggjaríið til sølu í januar 2007. Tá eingin keypari vísti áhuga, varð bryggjaríið afturlatið í august 2007. Tað var eitt av av teimum elstu bryggjaríninum í Norðurlondum. Sands kirkja. thumb Sands kirkja er ein gomul trækirkja frá 1839. Henda kirkjan stóð til 1988, tá ein partur av kirkjuni vanlukkutíð brann av ásettum eldsbruna. Kirkjan varð umvæld og liðug til 150 ára dagin hjá kirkjuni í 1989. Elsta kirkjan. Ilt er at siga, hvar fyrsta føroyska kirkjan hevur staðið. Sambært søgnini var tann sokallaði Sigmundarsteinurin partur av teirri kirkjuni, sum Sigmundur Brestisson skuldi hava reist í Skúvoy. Tað var sum kunnugt Sigmundur, ið kristnaði Føroyar. Reint ítøkiligt er tað tó á Sandi, at vit finna elstu kirkjuna. Undir einum útgrevstri undir Sands kirkju funnu fornfrøðingarnir leivdir frá ikki minni enn fimm eldri kirkjum. Í niðastu flánni vóru steyrahol, steinseting og grundarsteinur frá einari stavkirkju, sum verður mett at stava frá teirri fyrstu kristnu tíðini, t.e. frá umleið ár 1000. Sjálvt kirkjurúmið var 5 x 4 m og kórið 2,5 x 2 m. Dyr vóru í vestara endanum. Onnur kirkjan. Onnur kirkjan var nakað størri enn hin fyrra. Hetta var eisini ein stavkirkja, við grótgarði uttanum tó ikki í vestara enda. Kirkjan hevði sama snið sum grønlendsku miðaldarkirkjurnar úr 11. – 13. øld, og verður tí mett at vera frá tí tíðarskeiðinum. Í hesi kirkjuni funnu tey ymsar kirkjulutir frá katólsku tíðini, m.a. eitt vígivatnsfat, eitt roykilsiskar úr bronsu og eina lítla oljulampu úr royðugróti. Undir trægólvinum funnu fornfrøðingarnir eisini 26 miðaldargravir. Har vóru bæði menn, kvinnur og børn, og hildið verður tí, at kirkjan hevur verið ættarogn, og at líkini stava frá teirri ætt, ið átti kirkjuna. Fleiri myntir vóru eisini funnar, 33 av teimum frá tí tíðarskeiðinum, tá kirkjan var í nýtslu. Flestu myntirnir eru norskir og stava frá tíðini millum 1220 og 1300. Tað var í hesi kirkjuni, at hin illa gitni sandoyarpresturin Kálvur lítli virkaði. Triðja kirkjan. Triðja kirkjan stavar frá umleið ár 1600 og skjøl frá tíðini prógva, at hon enn stóð uppi í 1709-10, tá hon verður umtalað í einum nevndaráliti, har allar føroysku kirkjurnar verða nevndar. Í hesi triðju kirkjuni virkaði ein annar illa kendur sandoyarprestur, nevniliga Harra Klæmint (Clemen Laugesen Follerup úr Jútlandi). Sagt verður um Harra Klæmint, at hann lættliga bar sítt jarðargóðs á herðunum, tá hann kom til Føroya, men tá hann doyði, var hann ríkasti maður í Føroyum. Minnið um hansara grískni livir enn í søgn og søgu, og sjáldan var tað við heiðurligari atferð, at hann ognaðist jarðargóðsið. Harra Klæmint átti ikki minni enn 23 børn. Fjórða kirkjan. Fjórða kirkjan varð bygd stutt eftir ár 1710, og hetta var fyrsta kirkjan, ið eisini hevði forkirkju. Her virkaði Peder Clemensen, sonur Harra Klæmint, sum tó, sambært søgnini, var munin dámligari enn faðirin. Fimta kirkjan. Í 1763 varð nýggj kirkja aftur bygd. Ikki er nakað at siga frá hesi kirkju annað enn, at hon var munin størri enn tær undanfarnu og hevði bæði forkirkju og kór. Sætta kirkjan. Í 1839 varð so aftur nýggj kirkja bygd, enn størri enn tær undanfarnu og við klokkutorni. Henda kirkjan stóð til 1988, tá ein partur av kirkjuni vanlukkutíð brann av ásettum eldsbruna. Kirkjan varð umvæld og liðug til 150 ára dagin hjá kirkjuni í 1989. Myntfundurin. Í 1863 kom M. A. Winther sýslumaður gangandi framvið kirkjugarðinum, har menn vóru í ferð við at grava eina grøv. Hann rakti tá við okkurt í moldini, sum skuldi vísa seg at vera tann einasti stóri myntfundurin í Føroyum. Har vóru 98 myntir frá tíðarskeiðinum millum ár 1000 og 1090, altso tað tíðarskeiðið, tá fyrsta kirkjan stóð uppi. Nágreiniligar kanningar hava víst, at peningurin ikki varð niðurgrivin í sjálvari kirkjuni, men í einum sethúsum tætt við. Myntirnir stava frá Írlandi, Onglandi, Týsklandi, Ungarn, Noregi og Danmark. Kálvur lítli. Kálvur lítli var síðsti katólski prestur í Sandoy í 14. øld. Sagt verður, at hann var sera grammur í skapi, hádingsmaður og ein rættur óflýggjakroppur. Hann hevur, sum prestarnir enn á døgum, búð í prestagarðinum í Todnesi á Sandi. Nær við Todnes liggur ein aldargomul rætt, sum hevur navnið Kálvmannarætt. Kálvur lítli hevði tveir synir Harald og Rasmus. Haraldur var løgmaður í Føroyum um 1412. 16. øld. (15. øld - 16. øld - 17. øld) 16. øld var frá 1501 til 1600 í tí gregorianska kalendaranum. Andlát. * 15. øld. (14. øld - 15. øld - 16. øld) 15. øld var frá 1401 til 1500 í tí gregorianska kalendaranum. Týdningarmikil fólk. * 14. øld. (13. øld - 14. øld - 15. øld) 14. øld var frá 1301 til 1400 í tí gregorianska kalendaranum. Týdningarmikil fólk. * Pierre. Pierre ella City of Pierre er høvuðsstaðurin South Dakota, USA. Hann hevur umleið 13 876 íbugvar og liggur í miðstatinum. City of Pierre varð settur á stovn í 1880. Bengalskt mál. a>, sum heiðrar martyrarnir, ið kempaðu fyri tí bengalska málinum Bengalskt er eitt indoevropeiskt mál, sum verður tosað í Bangladesj og India. Tað eru umleið 190 milliónir fólk í Bangladesh og teimum indisku lutstatunum Vesturbengalia og Assam og tilflytarar í Vesturheiminum og Miðeystri, ið tosa máli, ið harvið gerst tað fimmt mest talaða málið í heiminum (næst eftir mandarinskt, hindi/Urdu, spanskt og enskt). Karin Kjølbro. Karin Ranvá Kjølbro (fødd 27. mars 1944 í Klaksvík -) er onnur av fyrstu kvinnunum, ið varð vald beinleiðis inn á Føroya Løgting, har hon sat fyri Tjóðveldisflokkin (nú: Tjóðveldi). Í 1983-1984 var hon blaðstjóri á 14.September, men fór frá við valið í 1990. Hon er útbúgvin sosialráðgevi. Karin eigur trý børn, tvær døtrar og ein son, onnur dótturin, Bergtóra Høgnadóttir varð vald inn á Ting í 2008. Javnstøðulóg. Longu í 1979 legði Karin Kjølbro fram uppskot um javnstøðulóg fyri Føroyar. Henda bleiv tó ikki viðtikin fyrr enn í 1996. Tá ið uppskot um broytingar í §266b fyrstu ferð varð lagt fram á Ting í 1989, var Karin Kjølbro úr Tjóðveldi einasti tinglimurin, ið atkvøddi fyri uppskotinum. Lógaruppskotið førdi til, at táverandi samgongan slitnaði, av tí at Kristiligi Fólkaflokkurin fór úr samgonguni. Slóðir. Kjølbro, Karin Emmy Rossum. Emmanuelle Grey "Emmy" Rossum (fødd 12. september 1986) er ein amerikanskur sjónleikari. Columbia. Columbia er høvuðsstaðurin South Carolina í USA. Hann er eisini næststørsti býurin í lutstatinum. Columbia hevur umleið 131 túsund íbugvar. Býurin bleiv uppkallaður Columbia eftir Christopher Columbus, ið var siglingarmaður. Vieremä. Vieremä er ein býur í Östra Finlands län í Eysturfinnlandi. Vieremä hevur 3 931 íbúgvar (2012). Tórmóður Sigurðsson. Tórmóður Sigurðsson var løgmaður í Føroyum uml. 1531. Keldur. Sigurðsson, Tórmóður Jørundur Skógdrívsson. Jørundur Skógdrívsson var løgmaður í Føroyum uml. 1479. Skógdrívsson, Jørundur Haraldur Kálvsson. Haraldur Kálvsson var løgmaður í Føroyum uml. 1412. Haraldur var sonur Kálv lítla. Keldur. Kálvsson, Haraldur Ísak Guttormsson. Ísak Guttormsson var løgmaður í Føroyum 1583 - 1588 og bóndi í Vági. Tá Jóan Heinason varð settur frá sum løgmaður, varð (uttan tilmæli frá løgtinginum) Ísak Guttormsson í skundi settur í løgmansstarvið. Hesin maður, sum helst hevur búð í Kirkjubø, var sonur Guttorm Andrasson og abbasonur Andras Guttormsson. Teir høvdu báðir verið løgmenn. Guttormsson, Ísak Tummas Símunarson. Tummas Símunarson (Kaldbak) var løgmaður í Føroyum 1601 - 1608. Símunarson, Tummas Jógvan Justinusson. Jógvan Justinusson var løgmaður tíðarskeiðið 1629 - 1654. Jógvan Justinusson var bóndi og kom frá Hattarvík. Áðrenn hann varð løgmaður, var hann í nógv ár løgtingsmaður. Hann var pápi at konuni hjá eftirmanni sínum, Jógvan Poulsen. Keldur. Justinusson, Jógvan Balzer Jacobsen. Balzer Jacobsen var løgmaður í Føroyum 1655 - 1661. Løgtingið hevði valt Jógvan Poulsen sum løgmann í 1654, men valdi kongur, Fríðrikur III, ímóti siðvenju at velja Balzer Jacobsen ístaðin. Hann varð tilnevndur løgmaður í 1655, sama ár, sum Kristoffur Gabel fekk Føroyar sum len frá kongi. Balzer Jacobsen var róptur Illi løgmaður, var dani og hevði verið fúti frammanundan, hann varð løgmaður. Dagfinnur Halvdanarson. Dagfinnur Halvdanarson var løgmaður í Føroyum uml. 1400. Keldur. Halvdanarson, Dagfinnur Símun (Løgmaður). Símun var løgmaður í Føroyum uml. 1350. Keldur. Símun Sjúrður (Løgmaður). Frímerki útgivið í 1981 við mynd av Seyðabrævinum Sjúrður var løgmaður í Hetlandi uml. 1300 og verður eisini meintur at hava verið løgmaður í Føroyum. Sjúrður var saman við Erlendi rithøvundur av Seyðabrævinum í 1298 sum er elsta føroyska skjalið. Sjúrður Roald (Løgmaður). Roald var løgmaður í Føroyum uml. 1450 og bóndi í Dali. Jógvan Poulsen (Løgmaður). Jógvan Poulsen var løgmaður í Føroyum 1654 - 1655 og 1662 - 1677. Jógvan Poulsen var bóndi á Oyri, og varð settur løgmaður í 1654 av løgrættumonnunum, men kongur valdi at ganga ímóti siðvenjuni, og setti danan Balzer Jacobsen í 1655. Í 1662 var Jógvan Poulsen tó aftur settur sum løgmaður. Jógvan Poulsen var giftur við dóttir Jógvan Justinusson, ið var løgmaður undan Jógvan Poulsen, og var hann pápi Jákup Jógvansson, ið var løgmaður 1677 - 1679. Keldur. Poulsen, Jógvan Oppland fylki. Oppland er eitt fylki í Norra. Oppland hevur umleið 187 820 íbúgvar (2014). Oppland hevur mark við Trøndelag, Møre og Romsdal, Sogn og Fjordane, Buskerud, Oslo, Hedmark og Akershus. Kommunur í Oppland. 1. Dovre 2. Etnedal 3. Gausdal 4. Gjøvik 5. Gran 6. Jevnaker 7. Lesja 8. Lillehammer 9. Lom 10. Lunner 11. Nord-Aurdal 12. Nord-Fron 13. Nordre Land 14. Ringebu 15. Sel 16. Skjåk 17. Søndre Land 18. Sør-Aurdal 19. Sør-Fron 20. Vang 21. Vestre Slidre 22. Vestre Toten 23. Vågå 24. Østre Toten 25. Øyer 26. Øystre Slidre Finnmark fylki. Finnmark (norrønt: "Finnmǫrk") er eitt fylki í Norra. Finnmark hevur umleið 74 710 íbúgvar. Norðasti landsparturin í Noregi er Finnmørkin. Finnmark hevur mark við Troms, Finnland og Russland. Kommunur í Finnmark. 1. Alta 2. Berlevåg 3. Båtsfjord 4. Gamvik 5. Hammerfest 6. Hasvik 7. Karasjok 8. Kautokeino 9. Kvalsund 10. Lebesby 11. Loppa 12. Måsøy 13. Nesseby 14. Nordkapp 15. Porsanger 16. Sør-Varanger 17. Tana 18. Vadsø 19. Vardø Bismarck. Bismarck er høvuðsstaður og næststørsti býur, næst eftir Fargo, í North Dakota, USA. Í sjálvum býnum búgva umleið 73 túsund fólk (2019); tó búgva har meiri enn 129 túsund fólk íroknað forstaðir og útjaðaran av býnum ("metropolitan area"). Søga. Býurin eitur Bismarck eftir Otto von Bismarck, ið var týskur ríkiskanslari. Bismarck varð stovnaður í 1872. Troms fylki. Troms er eitt fylki í Norra. Troms hevur umleið 162 050 íbúgvar. Troms hevur mark við Finnmark, Nordland, Svøríki og Finnland. Kommunur í Troms. 1. Balsfjord 2. Bardu 3. Berg 4. Bjarkøy 5. Dyrøy 6. Gratangen 7. Harstad 8. Ibestad 9. Kåfjordd 10. Karlsøy 11. Kvæfjord 12. Kvænangen 13. Lavangen 14. Lenvik 15. Lyngen 16. Målselv 17. Nordreisa 18. Salangen 19. Skånland 20. Skjervøy 21. Sørreisa 22. Storfjord 23. Torsken 24. Tranøy 25. Tromsø Trøndelag fylki. Trøndelag er eitt fylki í Norra. Trøndelag hevur umleið 450 000 íbúgvar. Trøndelag hevur mark við Oppland, Hedmark, Møre og Romsdal, Nordland og Svøríki. Nigeria. Nigeria, alment navn: Federal Republic of Nigeria (Sambandstjóðveldið Nigeria) er stórt land í Vesturafrika. Í vestri hevur Nigeria mark við Benin, í norðri við Niger, í eystri við Kamerun og í suðri við Guinea-flógvan. Høvuðsstaðurin er Abuja, og landið hevur umleið 174 millionir íbúgvar og er tað fólkaríkasta í Afrika og sjeyndfólkaríkasta landi í heiminum. Nigeria hevur fyrr verið bretskt hjáland og gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1960, men sjey ár seinni var borgarakríggj í landinum, ið vardi í tvey ár. Síðan tá hevur tað skift ímillum demokratiskt valdar stjórnir og hernaðarstýri. Í 2011 var forsetaval, ið var undir eftirliti og var rímuliga frítt og rættvíst. Umframt almenna málið enskt duga nógvir nigerianar igbo, hausa og joruba. Í Nigeria búgva fleiri enn 500 fólkasløg og ættarbólkar. Nærum helmingurin av fólkunum eru kristin, 48,2 %, og hin helmingurin er muslimar, 50,4 %, tey flestu sunnimuslimar. Tey kristnu búgva í stóran mun í syðra partinum og í Miðnigeria, meðan muslimar búgva í stóran mun í norðara partinum og í útsynningspartinum av landinum. Umleið 1,4 % hoyra til aðrir átrúnaðir. Fleiri lutstatir har norðuri í landinum hava sett Sharia-lógina í gildi. Muslimski yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram hevur framt yvirgangsatsóknir í Nigeria. Í 2014 gjørdist búskapurin í Nigeria (BTÚ) tann størsti í Afrika, við einum virði á yvir $500 milliardir, og yvirhálaði harvið Suðurafrika ið at gerast heimsins 21. størsti búskapur. Oljuídnaðurin í landinum er við til at skapa búskaparliga vøksturin. Tvær føroyskar fyritøkur, Høvdavirkið í Leirvík, og Faroes Apama í Vági, útflyta turkaði fiskahøvd til Nigeria. Væntaði livialdurin í Nigeria er bert 52 ár. Gott helmingurin av fólkinum hevur atgongd til reint drekkivatn og hóskaði heilsufrøðilig viðurskifti. Pinkubarnadeyðiligleikin er høgur, 97,1 pinkubørn fyri hvørji 1000 livandifødd doyggja. Støðan viðvíkjandi HIV/AIDS er ikki eins ring sum í fleiri øðrum afrikonskum londum, í 2003 vóru 5,6 % av teimum 20-29 ára gomlu HIV-smittað. Søga. "Høvuðsgrein: Søgan hjá Nigeria" Forna búsetingin. Í 1938 fann ein bóndi í bygdini Igbo-Ukwu í Suðurnigeria nakrar bronsubollar í moldini. Tá ið farið varð at grava út har seinni, funnu menn eitt gravkamar við lutum av jarni, kopari, bronsu og mongd av perlum. Bronsulutirnir vóru stoyttir soleiðis - Luturin, sum skuldi verða stoyptur, varð evnaður til úr voksi, fjaldur við leiri og heitaður. Voksið bráðnaði og rann út í gjøgnum eitt hol í leirinum, og brædd bronsa var síðan stoytt í leirformin, sum varð brotin uttan av, tá ið bronsan var stadnað. Hesir lutir vísa eina hugtakandi mentan í Igbo-Ukwu um 950 e.Kr. Søgufrøðingar vita ikki nógv um hesa mentan, men halda, at fólkið hevði politiskt frælsi, javnrætt og sjálvt valdi ein mann at stýra. Í gravkamarinum var eitt ílatið lík, sum var jarðað sitandi á einum krakki. Hin deyði var tignarligur maður, tí at ein krúna varð eisini funnin. Søgufrøðingar halda, at hann hevur verið valdsharri við sama valdi sum ein eze nri, eitt heiti, ið hevur verið nýtt um oddamenn fólksins á hesum leiðum til fyrst í 20. øld. Nokfólkið. Nokmentanin var á Josháslættanum í Norðurnigeria, einar 160 km norðan fyri ánna Benue. Um 600 f.Kr. fór hetta landbúnaðarfólkið at høgga málm og bræða hann til jarn í lagum ovnum, sum vóru grivnar niður í jørðina. Fólkið er uppkallað eftir bygdini Nok, har nógvar terrakottamyndir vóru funnar. Tey gjørdu øvaroddar, spjótsoddar og øksir og saksingarjørn at rudda og dyrka tropiska skógin við. Tey dugdu væl at gera steinamboð. Gerandisdagur Nok-fólksins verður endurspeglaður í mongu terrakotamyndum teirra. Til dømis brúktu teir perlubond og høvdu træskaft í øksunum. Nokmentanin endar helst 200 e.Kr., en nógv av tí, sum eyðkendi hana, helst terrakottamyndlistin og aðrir mentalutir, sæst seinni aftur í afrikanskum mentanum, serstakliga í teirri meistarligu natúralistisku høggmyndini í Ife-mentanini. Nógvar terrakottamyndir eru funnar tætt við Jos, tí at teir hava høgt tin har. Mangar teirra høvdu undarligt tilevnað hársnið og eygu við holum í. Fulanifólkið. Fulanifólkið fór við fylgjum sínum um meginpartin av Nigeria. Mangir fulaniar settu seg niður í Hausalondum í Norðurnigeria. Summir fluttu til býirnar og tóku við muslimskari trúgv. Usuman dan Fodio, islamskur prestur av fulanifólkinum í Hausaríkinum Gobir fanst um 1788 harðliga at kongi, tí hann stýrdi ikki eftir strongu muslimsku lógunum. Hann fekk mong viðhaldsfólk, og í 1790-árunum vóru Usuman og viðhaldsmenn hans álvarslig hóttan ímóti Gobiríkinum. Í 1804 rýmdi Usuman úr Gobir og eggjaði fólki til heilagt kríggj (jihad) ímóti øllum Hausakongum. Í 1812 vóru flestu Hausaríkini limað inn í nýtt stórveldi, sett saman av fulaniríkjum. Usuman fekk sær tignarheitið kaliffur, og tá ið hann doyði, gekk tað í arv til son hansara, Muhammed Bello, sum stýrdi úr nýbygda býnum Sokota. Fulaniar vóru einasta flakkfólkið í Vesturafrika og vóru javnan á ferð við fylgjum sínum. Teir fóru eystureftir úr Senegal til Norðurnigeria. Yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram. Boko Haram er ein lutfalsliga nýggjur islamistiskur felagsskapur, sum fyrr hevur skipað fyri álopum á kristnar kirkjur, løgreglustøðir og fongsul. Umleið 367 menniskju eru deyð í 22 álopum frá Boko Haram tær fyrstu seks vikurnar í 2014. Tann 15. februar lupu m.a. fólk frá Boko Haram á átta bygdir í landslutunum Borno og Adamawa í Norðurnigeria. Tey vóru vápnað við byrsum, knívum og eldi, og tey drupu minst 200 fólk og brendu bæði bústaðir og handlar. Í bygdini Izghe í Borno, har tey flestu eru kristin, doyðu 121 fólk. Tveir dagar frammanundan doyðu 10 hermenn eftir samanbrestir við Boko Haram, men høvdu síðan tikið seg aftur. Tann 14. apríl í 2014 burturflutti Boko Haram meiri enn 270 gentur úr einum ungdómsskúla í bygdini Chibok og flutti tær til eitt øki nærhendis markinum við Kamerun. 57 av gentunum eru slopnar leysar, men 219 eru framvegis ikki komnar afturíaftur. Summar keldur vilja vera við, at umleið 30 bygdarfólk doyðu, tá Boko Haram leyp á bygdina. Leiðarin fyri Boko Haram, Abubakar Shekau, sigur, at tað kemur ikki upp á tal at lata genturnar fara, tí tær hava konverterað til islam, eru giftar monnum og eru nú í hjúnarlagsliga heimi sínum. "Málið um genturnar eru farið, tí eg havi fyri langari tíð gift tær burtur. Í hesum krígnum kanst tú ikki broyta fortíðina", sigur leiðarin, Abubakar Shekau við AP-tíðindastovuna. Frá 3. til 7. januar 2015 hevur Boko Haram framt hópdráp í býnum Baga í lutstatinum Borno í landnyrðingshorninum á Nigeria. Tað byrjaði við at teir lupu á eina hernaðarliga støð í býnum. Tað er óvist hvussu nógv fólk eru dripin, summi ið eru flýdd siga, at talan er um umleið 2000 fólk, ið antin eru dripin ella horvin, onnur siga at talan er um í minsta lagi 100 dripin. Sambært tí lokala leiðaranum, Baba Abba Hassan, vóru í minsta lagi 100 fólk dripin í tí fyrsta álopinum, ið fór fram 3. januar 2015. Hann segði eisini, at fleiri kvinnur og børn vóru millum tey deyðu. Hildið verður, at 35.000 fólk eru flýdd úr Baga, fleiri teirra eru flýdd til grannalondini Cameroon og Chad. Politikkur. a> er núverandi forseti í Nigeria. Bretska Samveldið. Í 1995 handtók hernaðarstýrið í Nigeria navnframa rithøvdundin og andstøðingin Ken Saro-Wiwa og átta aðrar umhvørvisstríðsmenn og dømdi teir til deyða. Saro-Wiwa hevði staðið á odda fyri einum átaki ímóti miklu dálkingini á oyrunum í ánni Nigeria, har mong oljufeløg pumpa upp olju. Hóast altjóða mótmæli og áheitanir um at eira teimum deyðadømdu, vóru allir níggju avrættaðir. Sum mótmæli ímóti hesari beistagerð varð Nigeria tveitt út úr Commonwealth of Nations. Sterkastu Commonwealth-londini gjørdu av í 1997 ikki at seta fleiri atgerðir í verk ímóti Nigeria. Forsetavalið í 2011. Tað hevur verið ófriðarligt har norðuri í Nigeria síðani forsetavalið í 2011, har verandi forsetin, Goodluck Jonathan, varð afturvaldur við 57 % av atkvøðunum. Reyði Krossur sigur, at fólk hava sett eld á moskur, kirkjur og sethús. Felagsskapurin sigur eisini, at fleiri fólk hava latið lív, og at minst 2000 fólk eru flýdd frá húsi og heimi. Eygleiðarar hava sagt, at valið var tað best skipaða í Nigeria í fleiri áratíggju, men viðhaldsfólk hjá andstøðuni leggja stjórnarflokkin undir valsvik. Eygleiðararnir vísa á, at valúrslitið vísir, hvussu Nigeria er býtt sundur í tveir partar. Goodluck, sum er kristin, vann har suðuri í landinum, meðan hitt valevnið, Butheri, vann í teimum muslimsku økjunum har norðuri, har ein stórur partur av fólkinum eru muslimar. Sharia. Norðurnigeria hevur praktiserað sokallaðu Sharia-lógina síðani 2001. Sharia-lógin varð sett í gildi í Nigeria í 2001, men tað er ymiskt, hvussu væl hon verður hildin. Norðurnigeria er fyri tað mesta muslimskt, men har suðuri í landinum eru nógv kristin. Tað er tað serliga løgregluliðið Hisbah, sum hevur til uppgávu at syrgja fyri, at lógirnar verða hildnar. Hetta moralpolitiið er mannað við 9000 fólkum, sum arbeiða saman við vanligu løgregluni. Tað sigst, at umframt at handtaka fólk, sum hava brúkt rúsdrekka, hevur Hisbah eisini verið eftir skøkjum og samkyndum. Tað hevur leingi verið stórur spenningur millum kristin og muslimar í Norðurnigeria, og felagsskapurin Boko Haram, sum vil hava sharia-lóggávu í Nigeria, hevur skipað fyri fleiri blóðugum álopum, sum tey kristnu so hava hevnt. Ófriður. Í minsta lagi 800 fólk hava latið lív í samanbrestum millum etniskar og átrúnaðarligar bólkar í 2010. Corinne Dufka, sum er talskvinna hjá Human Rights Watch, sigur við tíðindastovurnar, at tey fullkomiliga meiningsleysu drápini kunnu breiða seg. Higartil hava teir flestu samanbrestirnir verið í statinum Plateau, sum er miðskeiðis í landinum. Sambært felagsskapinum hava partarnir verið eirindaleysir, og tað finnast dømi um, at fólk eru brend livandi í 2011. Sambært talskvinnuni hjá Human Rights Watch hava hvørki teir lokalu ella landsmyndugleikarnir víst tann neyðuga viljan til at steðga harðskapinum. Í 2009 vóru eisini blóðugir samanbrestir millum etniskar og átrúnaðarligar bólkar í Nigera, og tá doyðu umleið 1500 fólk. Hungursneyð. Eingin veit, hvussu mong børn eru deyð í hungursneyð í Nigeria. Sjónvarpssíggjarar um allan heim hava sæð líðingar teirra. Landafrøði. Nigeria liggur í Vesturafrika við Guinea flógvan og fevnir um eitt øki á 923768 km2, ið ger landið til tað 32. størsta í heiminum (næst eftir Tansania). Støddin kann samanberast við støddina á Venezuela, og er umleið tvær ferðir so stórt sum amerikanski lutstaturin Kalifornia. Nigeria hevur mark á 4047 km við Benin (773 km), Niger (1497 km), Kjad (87 km), Kamerun (1690 km), og hevur eina strandalinju á í minsta lagi 853 km. Nigeria liggur millum breiddargradir 4° og 14°N, og longdargradir 2° og 15°E. Hægsta staðið í Nigeria er Chappal Waddi, ið er 2419 m høgt. Høvuðsáirnar eru Niger og Benue, ið renna saman og renna út í Niger áarósan, ið er ein av heimsins størstu áarósum, og fevnir um ein stóran part av miðafrikanska mangrovuvøkstri. Býurin Lagos er á eini oyggj beint úti fyri strondina í útsynningspartinum í Nigeria. Fyrstu fólk, ið búsettu seg í oynni, vóru "yorubar", ið komu higar í 15. øld. Býurin vaks skjótt og gjørdist stórur handilsstaður, tá ið evropearar komu til Afrika. Tá ið Nigeria loysti í 1960, gjørdist Lagos høvuðsstaður í landinum, í 1992 gjørdist Abuja, inni í landinum, høvuðsstaður. Men enn er Lagos størsti býur. Strondin við Guineaflógvan er útgrunn og tann beri sandur. Har er tí ómøguligt at koma at við skipi, og tá ið havnirnar eru fáar, mugu skipini varpa upp uttan fyri lónna ofta fleiri kilometrar frá landi. Fólk og førningur verður so ført á land við báti. Sandurin liggur inn ímóti brekkunum. Í sandinum vaksa bara einstakir pálmar. Men í brekkunum, sum ganga niðan ímóti háslættunum, vaksa baobabtrø og pálmar. Har er nóg mikið av avfalli, sum vindurin ber uttan av havinum. Uppi á háslættunum regnar dúgliga alt árið, har eru stórar víddar avvaksnar við kakaotrøum. Tað er vatnflóð í Nigeria á hvørjum ári orsakað av teirri árligu regntíðini. Búskapur. Menn á útróðri í Nigeria. Olja er tí týdningarmesta stakvøra, handlað verður við nú á døgum. Tá ið evropeararnir komu hagar fyri einum 500 árum síðan, fóru teir at handla við høvdingarnar og keyptu frá teimum vørur, sum vóru sjáldsamar í Evropa, mest fílabein, gull og kryddarí, men seinni kom trælahandilin við USA at vera tann berandi. Nigeráin er 4000 km long, hon er góð at sigla á og kann, um hon verður byrgd, veita landinum nógva elmegi at virka teir nógvu málmar, sum í jørðini eru, og at edla tær nógvu fruktir, sum í jørðini vaksa. Nigeria kundi verið ríkt, tí at har eru nógv gass, olja og steinsløg, og har er nógv góð landbúnaðarjørð. Knappliga 155 milliónir fólk búgva í Nigeria, meiri enn í nøkrum øðrum landi í Afrika, sum heild er fólkið betur útbúgvið enn nógvastaðni í heimspartinum. Men Nigeria er spjatt í nógvar ættbólkar við nógvum tungumálum, so tað er stríggið at halda ríkinum saman í einum. Men eitt hernaðarkvett fyri og annað eftir og stríð ímillum fólkasløgini birtu í borgarakríggj í 1967. Nú stríðist Nigeria við at gjalda aftur ovurstóru uttanlandsskuld sína og at menna og nútímansgera ídnaðin og landbúnaðin. Arbeiðsloysi er ein av størstu trupulleikunum í Nigeria í dag; arbeiðsloysið í 2011 var 23,9 %. Arbeiðsloysi er methøgt í oljulandinum Nigeria; meir enn 38 prosent av øllum undir 25 ár hava onki arbeiði í 2014. Ídnaður. Olja er týdningarmesta stakvøra, handlað verður við nú á døgum. Oljuvinnan í Nigeria tók seg upp í 1956, og 20 ár var oljan høvuðsstuðulin undir øllum búskapinum í landinum. Oljan í Nigeria er rein og góð, og tí er hon væl egnað at gera til brennievni í flogførum. Men tað er ógvuliga svikaligt, at búskapurin í einum landi hevur bara ein rávøra at líta á. Tá ið oljuprísurin fall í 1980-árunum kom Nigeria í svára búskaparkreppu. Nú verður roynt at menna annan ídnað, so at landið hevur fleiri stuðlar at standa á búskaparliga. Fiskiskapur. Nigeráin rennur gjøgnum Niger og Mali, men ósin er í Nigeria. Fleiri enn 100 000 tons í fiski verða á hvørjum ári veidd har uppi millum oyrarnar í Nigeránni. Oyrarnar eru eitt tað mætasta náttúrulendið í Vesturafrika. Landbúnaður. Í 1990-árunum vóru lagdar inn stórar gróðrarlundir nógvastaðni í Nigeria, har ymisk grøði, mest ætlað til útflutnings, verður dyrkað. Her verður arbeitt við maskinum og dyrkað verða til dømis kaffi, kakao, bummull, sukur og oljupálmar. Kakaotræið hevur uppruna sín í Brasil, men trívist væl við Guineaflógvan. Nigeria er tað land í heiminum, sum ger mestu pálmaoljuna. Pálmaoljan verður nýtt til matolju, sápu, margarin, kertiljós og máling. Oljupálmarnir vaksa villir í regnskógunum, fruktirnareru oljukeldar, og oljan verður eins og jørðnøtaoljan gjørd til bæði margarin og sápu. Umframt hetta hava menn stórar garðar við teplantum, gummi- og kaffitrøum. Kornsløgini rís og hirsa verða dyrkað víða um í Nigeria. Hirsa er vanlig grøði í turra lendinum fyri norðan, men rís veksur best, har avfallið er nógv, soleiðis er eisini við rótplantum sum til dømis maniok og jamsrót. Jamsrót og maniok verða kókað og etin til dømis aftur við høsnarungum, fiski ella geitakjøti. Gróðurin hevur lagað seg eftir, hvussu nógv avfallið er. Suðuri við strondina regnar illa, men fyri norðan regnar lítið, og har er javnan ringur turkur. Sumstaðni er regntíð einar 4-5 mánaðir. Tað, ið eftir er av árinum, kemur ikki dopi av luftini. Flestir bøndur í Nigeria eiga smáar ognargarðar. Teir velta jørðina við træplógvi, hakkara og øðrum einføldum amboðum. Til egna nýtslu verða velt maniok, rís, jamsrót og mais. Kakao, pálmaolja, gummi og jarðnøtir verða dyrkað til útflutnings. Hóast myndugleikarnir í Nigeria hava lagt stóran dent á landbúnaðin í lundunum, verður enn mesta grøðin, ið verður flutt út, dyrkað á smáu ognargørðunum. Flestir nigerianar liva alt lív sítt í heimbygdini, hóast teir fara í býin at arbeiða og læra eitt skifti í lívinum. Fólkið á bygd livir mest av jørðini, men har eru eisini smiðir, snikkarar og fólk, ið duga á at skyna heimaráðum. Bygdarfólkini eru mest sum sjálvbjargin - tey dyrka næstan alt, tey eta, byggja sjálv hús síni, veva og virka klæði og gera leiríløt at matgera í. Tað, tey ikki gera sjálv, verður keypt fyri peningin, tey fáa fyri tær vørur, sum tey selja á bygdarmarknaðinum. Handilsviðurskifti við útheimin. Nú eru 98 % av útflutninginum olja og gass. Føroyar. Faroe Marine Product (FMP), sum var ársins virki í 2005, turkar høvd og ryggir av ymsum fiskasløgum og størsti parturin av framleiðsluni verður seldur til Nigeria. Nigerianski marknaðurin er ein bíligur marknaður og tí er sera umráðandi fyri FMP at halda orku-, lønar- og rávørukostnaðinum niðri. Einasti marknaður er Nigeria, og her eru turkað toskarhøvd reint luksus. Eitt toskarhøvd kostar tað sama sum fýra tímalønir. Faroes Apama í Vági er eitt virki ið arbeiðir við turking av fiskahøvdum og ryggjum, ið verða seld til matna í Nigeria. Svartkjafturin verður skráskorin umborð og síðan seldur til FMP, vanliga kallað "Høvdavirkið", í Leirvík. Har verður hann turkaður og síðan seldur til Nigeria. Høvdini verða skorin sundur og verða so kókað. Hetta er eisini ein sunn føði, tí 70 % eru protein. At bert eitt land er marknaður merkir, at tað er avmarkað, hvussu nógv framleiðslan kann økjast í einum, uttan at hetta gongur útyvir prísin. Men hinvegin er Nigeria fólkaríkasta land í Afrika, og oljuríkidømið har merkir, at tað eru í hvussu er nakað nógv, sum hava ráð til at keypa. Men so gjørdist borgarakríggj í Nigeria, hvør minnist ikki "biafrakríggið". Nigeria var høvuðsmarknaðurin, og hesin útflutningurin fall iður í lítið og einki. Seinastu árini er hann tó øktur eitt lítið sindur og tað er hann vist í Noregi eisini. Fólkið. Mong ung fólk fara til stórbýirnar at læra ella arbeiða og senda foreldrum og systkjum pening, tá ið landbúnaðurin gevur ov lítið av sær. Peningurin verður ofta nýttur at keypa mat ella skúlabøkur fyri til eitt barn, sum gongur í skúla. Tá ið tey ungu eru liðug at læra, ella tey hava lagt nóg mikið av peningi til síðis, fara tey heim aftur í heimbygdina. Tað eru nógv sera fátøk fólk í Nigeria. Fólkasløg. Í Nigeria eru fleiri enn 500 ymiskir ættarbólkar. Fjølmentastu fólkasløgini eru hausafulani fyri norðan, yoruba fyri vestan og ibo fyri eystan. Stóra fátækradømið og stríð ímillum fólkasløgini hava verið atvold til drúgvan politiskan ófrið í Nigeria. Átrúnaður. Í Nigeria eru mangir átrúnaðir. Nigeria kann sigast at vera býtt sundur í ein sunnara og ein norðara part, tá ið talan er um t.d. landslag og veðurlag, sama kann verða sagt um tað átrúnaðarliga. Fyri norðan eru flestu fólk muslimar, fyri sunnan eru mong fólk kristin. Í øllum Nigeria eru eisini gamlir afrikanskir átrúnaðir. Í norðara parti í landinum eru flestu fólk muslimar, tað vóru arábiskir keypmenn úr Norðurafrika, ið bóru trúnna hagar við sær í 11. øld. Átrúnaðarligar høgtíðir eru vanligar, til dømis sallahskrúðgongan, ið siður er at ganga, tá ið muslimski føstumánaðurin, ramadan, er úti. Fimm hundrað ár seinni høvdu keypmenn úr Evropa kristindómin við sær, tá ið teir komu til Suðurnigeria. Fyrsti trúboðarin kom til Nigeria í 1913 og í 1916 varð fyrsta kirkjan vígd. Tað var tann lítla St. Johns kirkjan í Numan. Síðani tá hevur Mission Afrika sent nógvar trúboðarar út. Ein teirra er Kaja Nemuel, fødd Lamhauge, sum er ættað úr Rituvík. Lutherska kirkjan í Nigeria er í stórum vøkstri. Afrikanskir átrúnaðir eru eisini vanligir í Nigeria. Bretska deildin av "Aid to the Church in Need", hevur kannað 33 lond, har átrúnaðarlig forfylging er skrásett. Lond sum Nigeria, Irak og Pakistan eru millum tey ringastu. Mentan. Tveir heimar møtast ofta í nigerianskari list og í gerandisdegi afrikanaranna, gamli siðbundni heimurin og nýggi. Arbeiðið, hugskot og dreymar, sum nýggja tíðin hevur við sær, gerast alt vanligari, men fornir siðir og gamal lívsháttur hevur enn djúpar røtur í fólkinum. So er eisini, tá um átrúnað er at røða, hóast kristindómur og islam vinna skjótt fram í Nigeria. Yourubafólkið í Útsynningsnigeria dugir væl at lita klæði, ið tey prýða við fjølbroyttum mynstrum. Tey nýta litevni úr náttúruni. Klæðini verða vanliga litað í stórum leirkørum. Hausafólkið í Kano í Norðurnigeria hevur grivið og stoypt stórar litingarbrunnar niður í jørðina at lita í. Ítróttur. Nigerianskir fjepparar í einum dysti móti Ghana í Afrikanska meistaraskapinum 2008. Fótbóltur er tjóðarítróttin í Nigeria, og landið hevur sína egnu Premier League í fótbólti. Nigerianska fótbóltslandsliðið, kent sum "Super Eagles," er komið víðari til endaumfarið í HM fimm ferðir: 1994, 1998, 2002, 2010 og 2014. Teir hava vunnið Afrikanska meistaraskapin í fótbólti tríggjar ferðir, 1980, 1994 og 2013. Aðrar ítróttargreinir í eru væl dámdar í Nigeria eru eitt nú kurvabóltur, cricket, frælsur ítróttur og boksing. Hans Jakka steinur. Hans Jakka steinur er ein lítil steinur ið stendur mitt í Klaksvíkini. Tað var kendur maður í Klaksvík, ið kallaðist Hans Jacob, ið plagdi at hvíla á hesum steini. Steinurin stendur á Fornagørðum og verður enn tann dag nógv nýttur. Hans Jakka steinur er fyri tey yngri í býnum ein samlistaður í vikuskiftunum. Sjálvmorð. Kort yvir sjálvmorðini í heiminum. Sjálvmorð er tað, tá ið ein við vilja tekur seg sjálvan av døgum. Sjálvmorð er ofta orsakað vónloysi, tunglyndi, sinnissjúku ella/og rúsevnis- og rúsdrekkamisnýtslu. Harafturat kann sovorðið sum fíggjarligir trupulleikar og vánalig viðurskifti við onnur fólk vera ein orsøk. Í 2012 gjørdu trý fólk við føstum bústaði í Føroyum sjálvmorð. Frá 2007 til 2012 hava 13 fólk tikið seg av døgum í Føroyum og bara í 2010 vóru heili 6 sjálvmorð. Sambært heilsulýsing landslæknans var eitt sjálvmorð framt í Føroyum í 2007. Hetta er eitt vet minni enn seinastu trý árini, tí í 2006 vórðu trý sjálvmorð framd, meðan seks vórðu í 2005. Størsta sjálvmorðstalið eitt einstakt ár í Føroyum var árið 1985, tá sjey fólk doyðu fyri egnari hond. Í 1984, 1986, 1988, 1992, 2005 og í 2010 tóku seks fólk lívið av sær hvørt av hesum árunum. Tað er bara í árunum 1999, 2001 og í 2009, at eingin føroyingur doyði fyri egnari hond. Frá ársbyrjan 1981 til og við 2007 eru tilsamans 88 sjálvmorð staðfest her á landi. Samanborið við hini Norðurlondini og londini í Evropa eru føroysku sjálvmorðstølini sera lág. Tølini yvir sjálvmorð í Føroym eru ikki økt seinastu 30 árini, men heldur eru tølini minkað. Flest menn gera sjálvmorð; í so at siga øllum aldursbólkum eru menn teir, ið liggja ovast á listanum yvir sjálvmorð. Í 2012 gjørdu 661 fólk sjálvmorð í Danmark. Kanningin hjá Jyllands-Posten vísir, at av teimum 661 sum gjørdu sjálvmorð hetta árið, vórðu 494 teirra menn. Tað er serliga menn í aldrinum 20 til 40 ár. Narsarsuaq. Narsarsuaq flogvøllur stóran týdning bæði fyrr og nú. Narsarsuaq er ein bygd í Suðurgrønlandi. Narsarsuaq, sum liggur í Narsaq kommunu, er í dag ein altjóða flogvøllur, sum amerikumenn bygdu í 1941. Hetta var fyrsta amerikanska flogstøð í Grønlandi, Blue West One av navni. Flogvøllurin varð nýttur undir øllum seinna heimsbardaga sum millumlendingarstøð á teininum Evropa og Norðuramerika. Umleið 6.000 fólk búleikaðust har tá. Hópur av sjúkrabarakkum vórðu bygdar har frá 1943 til krígslok at hýsa særdum stríðsmonnum frá víðvøllinum í Evropa. Tað er ein misskiljing, tá sagt hevur verið, at sjúkrabarakkirnar eisini vórðu nýttar undir Koreakrígnum, sum vardi frá 1950 til 1953. Í 1958 lótu amerikumenn vøllin frá sær. Í økinum er eitt ótrúliga áhugavert fornminnissavn av lutum, sum amerikumenn brúktu ta tíðina teir vóru har. Í 1959 - aftaná skipið "Hans Hedtoft" fórst - tóku danir yvir tænasturnar í Narsarsuaq. Ístænastan hevur síðani húsast her. Plássið Narsarsuaq verður í dag nýtt sum altjóða flogvøllur. Hotellið við flogvøllin, sum umframt rekur vanligt hotellvirksemi, verður eisini í stóran mun nýtt til skeiðvirksemi, ráðstevnur o.a. Í dag búgva bert eini 180 fólk í Narsarsuaq, sum eru knýtt til flogvøllin. Har býr eisini onkur føroyingur. Í allari Narsaq kommunu búgva umleið 2.000 fólk. Concord, New Hampshire. Concord er høvuðsstaðurin og triði størsti býur í New Hampshire. Hann hevur umleið 42 túsund íbugvar. Býurin liggur á ánni Merrimack. Concord var grundað 1733. Tenerife. Tenerife er tann størsta av teimum sjey Kanarisku Oyggjunum og hevur fleiri enn fimm milliónir ferðafólk á vitjan um árið. Alanya. Alanya er ein tann best umtókti ferðamannabýurin í Turkalandi. Býurin og upplandið til býin er 1,598.51 km2. Fólkatalið í býnum var 248,286 í 2010, harav búðu 98,627 í sjálvum býnum. Har eru strendur, havnaumhvørvi og ein spennandi býarkjarna. Eystanfyri býin liggur havnin og Keykubat strondin. Vestanfyri liggja Damlatas- og Kleopatrastrendurnar. Ímillum strendurnar liggur eitt lítið fjall við eini borg, ið varð bygd í 1226. Alanya er í nýmótans parturin av Turkalandi. Har eru nógv hotellir og góðar strendur. Strandalinjan í Alanya er 70 km. Alanya liggur út til Miðjarhavið, móti norði eru Taurus fjøllini. Býurin er deildur sundur av einari hálvoyggj. Havnin, miðbýurin og Keykubat strondin, sum eitur eftir Sultan Kayqubad I, eru á eystur síðu á hálvoynni. Damlataş strondin, sum eitur eftir teimum kendu drippandi holunum og Cleopatra strondin eru á vestaru síðu. Nøvn. Býurin hevur hoyrt til ymisk stýri seinastu øldirnar, og tað sæst aftur í navninum. Býurin hevur skift navn fleiri ferðir. Alanya var kent sum "Coracesium" á Latínskum ella sum "Korakesion" á grikskum sum á Luwianskum málið eitur "Korakassa" sum merkir "framstandandi býur". Undir tí Bysantinska Ríkinum gjørdist býurin kendur sum "Kalonoros" ella "Kalon Oros", sum merkir "vakurt fjall" á grikskum. Selsjukkarnir nevndu býin "Alaiye" (علاعية), sum kemur av navninum á sultaninum Alaeddin Kayqubad I. í 13. og 14. øld nevndu italienskir handilsmenn býin "Candelore" ella "Cardelloro". Tá Mustafa Kemal Atatürk í 1935 vitjaði býin avgjørdi hann at býurin skuldi stavast "Alanya" við tí turkiska alfabetinum. Hann broytti 'i' og 'e' í Alaiye, tað sigst, at hann gjørdi hetta orsakað av ein skeivt stavaðum telegrammi í 1933. Panoramamynd frá vestaru síðu av hálvoynni. Edna Parker. Edna Scott Parker (fødd 20. apríl 1893 í Morgan County, Indiana – deyð 26. november 2008 í Shelbyville, Indiana) hevur síðan 2007 verið skrásett í Guinness World Records sum heimsins elsta kvinna. Samstundis er hon 14. elsta menniskja, sum hevur livað, sambært Guinness met bókini. Edna Parker gjørdist einkja í 1939, og búði á einum bóndagarði inntil hon varð 100 ár. Tá flutti hon til sonin at búgva, men fór stutt eftir á ellisheim. Á ellisheiminum búði eisini heimsins hægsta kvinna, Sandy Allen (fødd 18. juni 1955 í Chicago). Hon andaðist í august í 2008. Edna Parker doyði 26. november 2008 í býnum Shelbyville í statinum Indiana. Ghm. a> 2011 undir leiðslu av Jens Knudsen. GHM er eitt føroyskt harmoniorkestur. GHM ið merkir "Georg Hansens Minni", var stovnað 14. mars 1922. Felagið fekk navnið eftir Georg Hansen bakara, ið slóðaði fyri øllum tónleikarlívi í Føroyum. Tað vóru næmingar hjá Bakara Hansen, sum tá framvegis livdi, ið stovnsettu orkestrið. Teir vildu, at orkestrið skuldi vera honum, sum teir skýrdu "Faðir tónleikin í Føroyum", ein livandi minnisvari. Virksemið hjá GHM hevur verið misjavnt gjøgnum árini, men eftir eina endurreistn í 1950 hevur gingið meira støðugt. Harmoniorkestrið G.H.M. var í 1950’unum og 1960’unum kent fyri sín tónleik á útferðum, konsertum og serliga spæli til gamlar dansir bæði í Havn og úti á bygd. Mitt í 70’unum kom ein bresktur venjari til Føroyar, nevndur Hugh Watkins. Hann var í fyrstuni tónleikaralærari í Klaksvík, men seinni kom hann suður til Havnar. Hann setti nógv ung í gongd at spæla uppá ymisk blásiljóðføri, og innan stutta tíð vaks orkestrið úr 18 til 38 spælarar og sum nakað nýtt, komu 3 konufólk við í orkestrið tann 13. sep. 1976. Orkestrið er nógv broytt gjøgnum tíðirnar. Í fyrstani var GHM eitt lítið orkestur manna við tilkomnum havnamonnum, men fram til 2005 var GHM eitt orkestur við uml. 25-30 spælarum, bæði konufólk og mannfólk, og flest ungir spælarar. Á vári 2005 vóru GHM og Tórshavnar UngdómsHarmiorkestur samanløgd og eftir samanleggingina, taldi GHM 70-80 spælarar. Kaká. Ricardo Izecson dos Santos Leite er føddur 22. apríl 1982 í Brasilia, Brasil. Hann varð kosin heimsins besti fótbóltsleikari í 2007. Kaká hevur vunnið Champions League og Seriu A við AC Milan, samstundis sum hann eisini hevur vunnið HM gull við Brasilia. Í 2007 valdi FIFA hann til heimsins besta fótbóltsleikara. Kaká hevur ikki verið smæðin um sína kristnu trúgv. Kaká sigur, at tá ið hann verður liðugur sum fótbóltsleikari, vil hann verða prestur. Kaká er limur í samkomuni Reborn in Christ Evangelical Church í Brasil. Strálan. Strálan rør kapp á Ólavsøku 2010 hjá 6-mannaførum hjá monnum. Strálan er ungmannafelag og kappróðrarfelag á Strondum. Felagið hevur eisini verið virkið innan dart og badminton. Ingun Hansen vann FM fyri felagið fimm ferðir. Fjórða hvørt ár verður FM stevna í kappróðri heldin á Strondum, stevnan nevnist Fjarðastevnan. Stevnan skiftir millum bygdirnar Vestmanna, Skála og Strendur. Tá stevnan er á Strondum, so eru tað ítróttarfeløgini Strálan og StÍF ið skipa fyri stevnuni. Søga. Felagið var stovnað í 24. mars 1989. FM heitið. Dreingirnir sum róu við Stráluni vunnu FM í 1991, 1992, 2000 og 2001 1839. 1839 (MDCCCXXXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Wirsung kanalin. Bris kanalin ella Wirsung kanalin, nevnt eftir týska kropsbygnaðarfrøðinginum, Johann Georg Wirsung (1589 - 1643), er ein kanal, sum forbindir brisið til gall kanalina, sum síðani rennur út í tólvfingurtarmin. Her rennur bris-saft úr, sum hjálpir við sodningini, í tarminum, frá tí eksokrina partinum í brisinum. Hendan kanalin er sera umráðandi, tí um kanalin verður tipt av einari ella aðrari grund, ella um ígerð kemur í hana, kann ein fáa akutta ígerð í brisið. Tann mest vanliga grundin fyri at wirsung kanalin verður tipt, er gallsteinur í gall kanalini. Ein kann eisini fáa krabbamein í wirsung kanalina ("Pancreatic ductal carcinoma" á enskum). Hetta slagið av krabbameini, er ein av teimum, sum flest fólk doyggja av í prosentum. ST-yvirlýsingin um mannarættindi. ST-yvirlýsingin um mannarættindi - ofta nevnd Mannarættindayvirlýsingin var samtykt av ST (Sameindu Tjóðum) á aðalfundi 10. desember 1948. Yvirlýsingin ásetur grundleggjandi rættindi og trygd, sum øll menniskju eiga uppiborið. Yvirlýsingin. Tað verður at viðurkenna, at menniskjuni er virðing íborin, og at allir limir mannaættarinnar eiga somu ómissiligu rættindi, og hetta er støðið undir frælsi, rættvísi og friði í heiminum. Har sum mannarættindini hava verið fyri vanbýti og vanvirðing, hevur tað havt við sær ræðuligar gerðir, sum hava skakað samvitsku mannaættarinnar, og ein heimskipan, har sum følk nýtur talu- og trúarfrælsi og frælsi frá ótta og neyð, hevur verið boðað sum menniskjunar hægsta mið og mál. Tað varðar almikið um, at mannarættindi verða varð við lógum, um fólk ikki skal verða noytt til sum evstu ráð at taka til uppreistur móti harðræði og kúgan. Tað varðar almikið um at elva og stimbra vinalag tjóðanna millum. Í sáttmála sínum hava Sameindu Tjóðirnar av nýggjum váttað trúgv sína á undirstøðulig mannarættindi, á sóma menniskjans og virði, og á javnrættindi fyri kvinnur og menn, og tær hava rátt av at fremja framburð í almannamálum og bøta um lívskor manna í alt meiri frælsi. Limaríkini hava skyldubundið seg til, í samvinnu við Sameindu Tjóðirnar, at virka fyri at fáa framt, at mannarættindini og undirstøðilig frælsisrættindi verða alment vird og hildin. Tað at allir partar skilja hesi rættindi og frælsi er fremsta treytin fyri, at henda skylda verður framd út í æsur. hesa heimsyvirlýsing um mannarættindi sum felags mið fyri øll fólk og allar tjóðir við tí endamáli, at hvør einstakur og hvør samfelagsstovnur alsamt við hesi yvirlýsing í huga skal stremba fyri við frálæru og uppaling at fremja virðing fyri hesum rættindum og frælsismálum og við framsøknum atgerðum innanlands og millumlanda at tryggja, at tey verða viðurkend og hildin allastaðni á munagóðan hátt, bæði í fólkinum í limaríkjunum og í fólkinum í teimum londum, sum eru innan løgdømi teirra. Øll menniskju eru fødd fræls og jøvn til virðingar og mannarættindi. Tey hava skil og samvitsku og eiga at fara hvørt um annað í bróðuranda. Øll hava krav um rættindi og frælsi, sum eru nevnd í hesi yvirlýsing, uttan mun til ættarslag (rasu), húðarlit, kyn, mál, átrúnað, politiska ella aðra sannføring, tjóðskaparligan ella samfelagsligan uppruna, ognarviðurskifti, føðing ella aðra støðu. Somuleiðis skal eingin mismunnur vera orsakað av politiskari, rættarligari ella millumtjóða støðu hjá tí landi, sum ein persónur hoyrir til, sama um landið er sjálvstøðugt, undir tilsjónarvaldi, ella fullveldi tess á annan hátt er skert. Ein og hvør hevur rætt til lív, frælsi og persónliga trygd. Eingin skal liva í trældómi ella trælkan; trældómur og trælahandil av øllum slag skulu verða bannað. Eingin skal verða píndur ella harðliga, ómenniskjaliga ella vanæruliga viðfarin ella revsaður. Øll hava rætt til, hvar tey eru stødd, at verða viðurkend sum persónar fyri lógini. Øll eru jøvn fyri lógini og hava rætt til somu rættarvernd uttan mismun. Øll hava sama rætt at verða vard fyri mismuni, sum er brot móti hesi samtykt, og at verða vard fyri allari áeggjan til at skapa tílíkan mismun. Um onkur fær viðferð, sum er tvørtur ímøti teimum grundrættindum, sum honum eru tryggjað sambært grundlóg og øðrum landslógum, skal hann hava rætt til at fáa fullar sømdir afturfyri við dómstólar landsins. Eingin skal verða tilvildarliga handtikin, settur í varðhald ella gjørdur útlagin. Øll hava sannan javnrætt til rættvísa og almenna rættarviðgerð fyri óheftum og óvildigum dómstóli, sum skal taka avgerð um rættindi teirra og skyldur, og um øll revsimál, ið verða reist. 1. Hvør, sum verður ákærdur fyri revsiverda gerð, eigur rætt til at verða mettur ósekur, inntil hann er dømdur sekur við almenna rættargongd, har sum hann hevur fingið fulla trygd fyri verju. 2. Eingin skal verða funnin sekur í revsimáli av nøkrum slag, uttan so at gerð ella ábyrgdarloysi, sum hann var ákærdur fyri, er at rokna sum brotsgerð sambært landslógum ella altjóða lógum, tá ið gerðin varð framd. Ei heldur skal strangari revsing verða ásett enn hon, ið var galdandi, tá ið tann revsiverda gerðin varð framd. Eingin eigur at vera fyri tilvildarligari uppílegging í persónlig viðurskifti, heimalív ella brævaskifti, ei heldur fyri æruskemd ella útspilling. Øll eiga rætt til lógarvernd fyri slíkari uppílegging ella ágangi. 1. Øll hava rætt til frítt at fara og búsetast innan fyri landamark í hvørjum ríki sær. 2. Øll hava rætt til at fara av landinum, hvørjum sum er, eisini sínum egna og at fara heim after til sítt land. 1. Øll hava rætt at søkja um og fáa friðskjól í øðrum londum fyri meinsøknum. 2. Slíkan rætt ber ikki til at skjóta seg undir, tá ið ákæran av røttum er fyri ópolitiskar brotsgerðir ella gerðir, sum eru ímóti endamálum og grundreglum Sameindu Tjóðanna. 2. Eingin skal tilvildarliga missa sín tjóðskap, og ongum skal verða sýtt fyri at skifta tjóðskap. 1. Menn og kvinnur, sum eru komin til lógaldur, skulu uttan mun til ættarslag (rasu), tjóðskap ella átrúnað hava rætt at giftast og setast í búgv. Tey hava krav um javnrættindi at giftast, í hjúnalagnum og til hjúnaskilnað. 2. Hjúnaband kann ikki verða bundið, uttan báðir partar samtykkja í tí av fríum vilja. 3. Húskið er tann natúrliga frumeindin í samfelagnum og hevur rætt til vernd av samfelag og landi. 1. Øll hava rætt til at eiga ogn, annaðhvørt einsamøll ella í felag við onnur. 2.Eingin skal hissini vera fyri ognartøku. Øll hava rætt til hugsanar-, samvitsku- og trúarfrælsi. Hesin rættur fatar eisini um frælsi at skifta átrúnað ella trúgv, og frælsi til annaðhvørt einsamallur ella í felag við onnur og alment ella einskilt at inna trúgv sína í frálæru, tilbiðing, gudstænastu og halgihaldi. Øll skulu vera fræls at hava sínar áskoðanir og bera tær fram uttan forðan, og at søkja sær og breiða út vitan og hugsanir ígjøgnum hvønn boðmiðil, sum vera skal, og óheft av landamarki. 1. Øll hava rætt til frítt og á friðarligan hátt at koma saman og taka seg saman í felagsskapir. 2. Eingin kann verða noyddur at vera limur í felag. 1. Øll hava rætt til at taka lut í stjórn lands síns, annaðhvørt beinleiðis ella gjøgnum frítt vald umboð. 2. Øll hava rætt til somu atgongd at embætum og almennum størvum i landi sínum. 3. Fólksins vilji skal vera støði undir stjørnarinnar valdi; hesin vilji skal verða borin fram við ávísum millumbilum og rættiligum valum við almennum og jøvnum valrætti, og skulu verða framd við loyniligari atkvøðing ella samsvarandi frælsum valháttum. Øll hava sum felagsborgarar rætt til felagsliga trygd og kunnu krevja, at tey búskaparligu, felagsligu og mentanarligu rættindi, sum eru neyðug fyri teirra virðing og fría menning av persónleikanum, verða framd við tiltøkum innanlands og í altjóða samstarvi og í samsvari við skipan og tilfeingi í hvørjum landi. 1. Øll eiga rætt til arbeiði, til frítt at velja starv, til rættvís og hóskandi arbeiðslíkindi og til vernd fyri arbeiðsloysi. 2. Øll hava uttan mismun rætt til somu løn fyri sama arbeði. 3. Ein og hvør, sum arbeiðir, hevur rætt til rættvísa og hóskandi samsýning, ið tryggjar honum og hansara eina mannsømiliga tilveru, og harumframt um neyðugt aðra almennavernd. Ein og hvør hevur rætt til at stovna og gerast limur í yrkisfelag til at verja síni áhugamál. Øll hava rætt til hvíld og frítíð, har uppi í rímiliga avmarking av arbeiðstíðini og frítíð við løn við ávísum millumbilum. 1. Ein og hvør hevur rætt til lívsumstøður, ið tryggja honum og hansara heilsu og vælveru, har uppi í mat, klæði, bústað og heilsurøkt og almennar tænastur og rætt til trygd við møguligum arbeiðsloysi, sjúku, óarbeiðsføri, missi av maka, aldri ella aðrari skerjing av vinnumøguleikum orsakað av umstøðum, sum hann ikki hevur ræði á. 2. Møður og børn hava krav um serliga umsorgan og hjálp. Øll børn, annaðhvørt tey eru fødd í hjúnalagi ella uttan, njóta somu almannavernd. 1. Øll hava rætt til útbúgving. Útbúgvingin skal vera ókeypis, í hvussu er á byrjanar- og undirstøðustigi. Undirvísing á byrjanarstigi skal vera skyldubundin. Tøknilig og yrkislig útbúgving skal standa øllum í boði, og øll skulu eftir førimuni hava somu atgongd at hægri undirvísing. 2. Undirvisingin skal miða ímóti at fullmenna persónleika einstaklingsings og at stimbra virðingina fyri mannarættindum og frælsi. Hon skal fremja fatan, tolsemi og vinalag millum tjóðir, fólkasløg og trúarbólkar, og skal fremja virki Sameindu Tjóðanna fyri at varðveita friðin. 3. Foreldur hava fyrsta rætt at velja, hvat slag av undirvísing skal verða givin børnum teirra. 1. Øll hava rætt til frítt at taka lut í mentanarlívi í samfelagnum, at njóta list og eiga lut í framburði vísinda og ágóðum teirra. 2. Øll hava rætt til vernd av andaligum og evnisligum áhugamálum í sambandi við eitt og hvørt vísindaligt, bókmentaligt ella listarligt verk, sum avvarðandi hevur greitt úr hondum. Øll hava rætt til samfelags- og altjóða skipan, har tey rættindi og frælsi, ið nevnd eru í hesi yvirlýsing, kunnu verða framd út í æsir. 1. Øll hava skyldur fyri samfelagnum; í tí einans er full og fræls menning persónleikans gjørlig. 2. Samfelagsborgarar skulu viðvíkjandi rættindum og frælsi einans verða bundnir av avmarkanum, sum eru settar í lógum við tí í hyggju at tryggja viðurkenning av og virðing fyri frælsi og rættindum hjá øðrum og til tess at lúka rættvís krøv um siðalag, alment skil og vælferð almenningsins í fólkaræðissamfelag. 3. Hesi rættindi og frælsi mega í ongum føri verða int í mótstøðu við endamál og grundreglur Sameindu Tjóðanna. Einki í hesi yvirlýsing eigur at verða tulkað tann veg, at nøkrum ríki, bólki ella einstaklingi verður loyvt at gera nakað, ið miðar ímóti at beina fyri nøkrum av teimum mannarættindum, sum her eru tald. YouTube. YouTube er ein sera kend heimasíða, har ein frítt kann býta kykmyndir sínar. Brúkararnir kunnu leggja út (uploada) kykmyndir, síggja kykmyndir hjá øðrum og geva eitt ummæli av teimum. Men ikki ber til at leggja so nógv megabyte (MB), sum ein hevur hug til. Allir brúkarar kunnu upploada filmar, sum eru í mesta lagi 15 minuttir langir, áðrenn juli 2010 var hetta markið á 10 minuttir. Brúkarar, sum hava verið virknir á Youtube eitt ávíst tíðarskeið og sum fylgja reglunum, kunnu fáa í boði at leggja filmar út, sum eru longri enn 15 minuttir. Vanliga markið fyri støddina á filmum, sum verða lagdir á Youtube, er á 2 GB, men um ein nýtir tann nýggjasta internetkagan hjá Google Crome, ella Firefox 4 ella Internet Explorer við Silverlight, so kann ein leggja upp til 20 GB á Youtube. Kykmyndirnar verða vístar við "flash" avspælara (tildømis: Adobe Flash Player YouTube bleiv stovnað 14. februar 2005. 23. apríl 2005 varð fyrsta Youtube kykmyndin løgd út. Tá starvaðust tríggir mans hjá Youtube, teir høvdu fyri hetta arbeitt hjá PayPal. Nú eru fleiri milliónir brúkarar og enn fleiri kykmyndir, og 67 fólk starvast nú har. Fyrr varð hildið, at YouTube var kappingarneyti hjá Google Video, men Google lýsti í oktober 2006, at ætlan teirra var at keypa YouTube fyri 1,65 milliardir dollarar (USA) í Google-partabrøvum. Google yvirtók YouTube sama mánað. Einahandil. Í Føroyum hevur man haft nakað, ið eitur einahandil. Tað er, at ein tjóð stýrir- og avmarkar vøruhandil í einum øðrum landið. Miðskeiðis í stóra havnarlagnum í Tórshavn, millum Eystaru- og Vestaruvág, liggur Tinganes, gamli tingstaður føroyinga. Vit vita frá Føroyinga søgu, at Tinganes longu í 900 talinum var tingstaður – fyrst sum “alting” við lóggevandi og dømandi myndugleika, men seinni í 1300 – 1400 talinum sum “løgting” einans við dømandi myndugleika. Í 1271 stovnaði norski kongurin einahandil í Tórshavn, og fylgjandi øldirnar var Tinganes handilsstaður føroyinga, stundum rikin av einstaklingum ella handilsfelagskapum, men at enda aftur sum kongaligur einahandil, beinleiðis undir danakongi. Í 1673 herjaði ein herviligur eldsbruni Tinganes og øll húsini ið stóðu uml. har myndin er tikin frá, brendu í grund. Til vinstru á frímerkinum síggjast sokallaðu “Sethúsini” ella “Sethúsið úti í Havn”. Hettar húsið varð bygt sama ár sum eldurin hevði herjað, og var upprunaliga krambúð, skrivstova og bústaður hjá embætisfólkinum á handlinum. Húsið er síðan nýtt til ymisk endamál, m.a. var tað í 20. øld gegl á loftinum. Nú á døgum rúma Sethúsini Haldils- og Vinnumálaráðið. Aftanfyri Sethúsini (ikki sjónlig á myndini) liggur sokallaða “Stokkastovan”, ein gamal goymslubygningur, sum var bygdur í 1673, stutt eftir eldsbrunan. Sum navnið bendur á, er Stokkastovan bygd af viðarstokkum, ein heldur sjáldsamur bygningsháttur í Føroyum. Uttast á nesinum lá upprunaliga ein lítil skansi ella kanónbattarí sum ein hálvkringla, men umleið 1750 varð eitt goymsluhús “Skansapakkhúsið” bygt á staðnum. Bygningurin, sum sæst aftast í myndini er nú høvuðsskrivstova og fundarhøli hjá løgmanni og landsstýrismonnum. Afturat Skansapakkúsinum stendur sokallaði “Salurin”, sum varð reistur í 1781. Nú rúmar salurin einum bókasavni, fundar og móttøkuhøli og virkar annars sum millumgongd millum Skansapakkhúsið og fyrisitingarhølini hjá landstýrinum. Sum framhald av Salinum standa “Vektarabúðin” og “Sjóbúðin”, upprunaliga tveir goymslubygningar frá 17. øld. Eitt skifti seint í 1800 talinum og til 1908 var posthús í Sjóbúðini. Í 1950 brendu bæði húsini í grund orsaka av einum ásettum eldsbruna, og tey vóru ikki endurreist fyrr enn í 1991. Húsini rúma í dag landsstýrisfyrisitingina. Ovast til høgru á frímerkinum sæst partur av “Bakkapakkhúsinum”, eisini eitt gamalt goymsluhús frá 1776. Hettar húsið er eisini partur av fyrisitingarhølunum hjá landsstýrinum. 1866. 1866 (MDCCCLXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi Føroyskt (lýsingarorð). Føroyskt er nakað, ið sigur, hvagar eitt stavar. Til dømis: Føroysk klæði ella føroyskur matur. Føroyskir lutir eru frá Føroyum. Kjak. Kjak.org er ein heimasíða í tú kanst kjaka um okkurt evni. Kjak bleiv stovna í 2000. Gundadalur. Ítróttarøkið í Gundadali og á Hálsi. Ítróttarhallir, fótbóltsvøllir og Svimjihøllin. Gundadalur kann sigast at vera høvustaðurin fyri ítrótt í Føroyum. Ítrótturin bleiv akkurát sum ein høvðuspartur í Gundadali og m.o. Heðin Mortensen hevur slóðað fyri, at tað er blivið eitt stað fyri allan ítrótt, alt frá fótbólti til badminton, svimjing, renning, tennis og flogbólt. Har eru bygdar 3 ítrottarhallir, 3 fótbóltsvøllir og ein svimjihøll. Tvey av teimun størstu fótbóltsfeløgunum í føroyum halda til í Gundadali, tey eru HB og B36. Ein rennibreyt til frælsan ítrótt er gjørd í økinum omanfyri Gundadal, beint við Vestara Ringveg og Sundsvegin. Rennibreytin eitur Tórsbreyt. Ítróttarhøllirnar í Gundadali og á Nabb. Høllin á Hálsi er beint omanfyri fótbóltsvøllirnir í Gundadali, innkoyringin er beint við rundkoyringina við Vestara Ringveg/Eystara Ringveg/R.C.Effersøs gøtu. Gundadalshøllin er beint við fótbóltsvøllirnir, nakað longri niðri enn Høllin á Hálsi (Høllin á Nabb). Høllin liggur á horninum við Gundadalsvegin og R.C. Effersøsgøtu. Badmintonhøllin er eisini í sama øki, eitt sindur longri vesturi eftir Gundadalsvegnum, beint áðrenn Heinagøtu. Fótbóltsvøllirnir í Gundadali. Í Gundadali eru 3 fótbóltsvallir: Niðarivøllur, Ovarivøllur og Tórsvøllur. HB og B36 spæla teirra heimadystir á Ovaravølli í Gundadali. Tórsvøllur verður brúktur til fótbóltslandsdystir og onkuntíð eisini til onnur endamál, eitt nú til stórar konsertir. Petur Háberg, tónleikari. Petur William Háberg (føddur 8. januar 1982) gjørdist kendur við bólkinum "Bet You Are William". Navnið á bólkinum er eitt orðaspæl upp á enska úttalu av navninum Petur William - Pet-U-R-William. Petur Háberg hevur skrivað sangirnar í "Bet You Are William" og stovnað bólkin. Systkinabarn Petur Hábergs eitur eisini Petur Háberg, so tí nýtir Petur Háberg viðhvørt millumnavnið William fyri at ikki bland skal koma í. Slóðir úteftir. Háberg, Petur Forrest Gump. Forrest Gump er ein amerikanskur filmur eftir einari skaldsøgu við sama heiti. Winston Groom skrivaði bókina, sum kom út í 1985. Bókin varð gjørd til spælifilm í 1994 við sama heiti, tað var Robert Zemeckis sum gjørdi filmin. Filmurin var ein stór "succes", og gav 677,000,000 $ (3.723.500.000 DDK) í seldum biograf billettum. Filmurin fekk 13 Oscar virðislønir. Høvuðsstaður. Ein høvuðsstaður er vanliga býurin, har stjórnin í einum landi (ella landsparti, t.d. lutstati) hevur sæti. Men tó eru undantøk. Eitt dømi er Holland, har ið høvuðsstaðurin er Amsterdam, men stjórnin hevur sæti í Haag. Í flestum londum er høvuðsstaðurin býurin, har flest fólk búgva, men her eru eisini undantøk. Eitt dømi er USA, har størsti býurin er New York City, men høvuðsstaðurin er Washington DC. Vanliga er høvuðsstaðurin landsins størsti býur og harumfrat búskaparligur og andligur miðdepil. Tórshavn er høvuðsstaður í Føroyum. Tennis. Tennis er bóltleikur við lítlum bólti ið verður sligin við kettjara tvørtur um net. Sum einmansleikur el. tvímansleikur. Tennis var upprunaliga eitt margháttligt, franskt spæl, nevnt kongligt- ella rætt tennis. Tennis var fyrstu ferð spælt fyri nærum 1.000 árum síðan. Nútíðartennis verður eisini nevnt "vallatennis". Spælt verður á grasvølli, oftast á hørðum vølli sum til dømis leirjørð. Altjóða tenniskappingar á hægsta stigi verða spældar í USA, Onglandi, Avstralia, Svøríki og Fraklandi. Heimsins bestu tennisleikarar fáa stórar peninganøgdir í vinningi og lýsingaravtalum. DR. DR stendur fyri Danmarks Radio. Danska kringvarp/útvarpi. Sagrada Família. Sagrada Família er kirkja í Barcelona í Katelónia, Spania. Kirkjan í Barcelona er millum heimsins kendastu kirkjur, hetta hóast hon ikki er liðug enn. Hon hevur verið í gerð í 125 ár. Kendi spanski arkitekturin, Antoni Gaudí (25. juni 1852 – 10. juni 1926), teknaði kirkjuna, og byggingin byrjaði í 1883. Gaudí doyði í 1926, og fleiri av fremstu innan sponsku mentanarelituna halda, at byggingin skuldi verið steðgað longu tá. Seinastu metingarnar siga, at kirkjan kann verða liðug í 2030. Ein bólkur við 400 limum úr sponsku mentanarelituni krevur nú, at steðgast skal beinanvegin, tí nógvar broytingar eru framdar, sum sambært teimum ikki eru í tráð við andan hjá Gaudí. Antoni Gaudí tók ætlanir sínar við í grøvina, tá hann í 1926 varð yvirkoyrdur av einum sporvogni og læt lív 74 ára gamal. Síðan hava aðrir arkitektar strevast við at fullføra verkið, men hetta hevur ikki verið lætt, tí Gaudí broytti fleiri ferðir ætlanir sínar. Eisini oyðiløgdu anarkistarnir tekningar undir borgarakrígnum í 30-unum, so arkitektar nú arbeiða við endurskapanum av uppruna tekningunum. Montpelier. Montpelier er høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Vermont. Býurin, sum varð grundlagdur í 1787, hevði í 2010 umleið 7.855 íbugvar. Montpelier, sum er næststørsti býur í Vermont næst eftir Burlington, er eisini minsti høvuðsstaðurin í USA. Býurin, ið liggur við ánna Winooski, mitt í stakríkinum, er kendur sum ein av vakrastu býunum í Nýonglandi, og fólk í hundraðtúsundatali søkir hagar á hvørjum ári. Jólaaftan. Jólaaftan er 24. desember - dagurin fyri jóladag. Orðið "aftan" kann bæði merkja kvøld (sbr. da: "aften") og "dagurin fyri halgidag", td. jólaaftan, nýggjársaftan, páskaaftan og hvítusunnuaftan. Við fyrimynd í hesum orðum er eisini gjørt skemtiorðið "budingsaftan", tí onkur skipskokkur altíð hevði buding omaná døgurða sunnudag. Í Føroyum hevur jólaaftan verið vanligur arbeiðsdagur til klokkan 6 á kvøldi, tá hildið varð heilagt. Vanligt var fyrr at kóka ræstan fisk til døgurða jólaaftan - og summi halda framvegis fæst við henda sið - og haðani er heitið "aftansfiskur". Í nýggjari tíð er vanligt eftir danskari fyrimynd at byrja jólahaldið jólaaftan, so borðreitt verður við eini góðari máltíð, td. kókaðum ella stoktum røstum kjøti, gás ella dunnu og við rísalamande omaná - har mandla er latin í 1 verð, og tann, ið fær hesa mandlu, fær eina mandlugávu. Betlehem. Betlehem (31° norðurbreidd 35° eysturlongd) (hebraiskt: "בית לחם"‎, arábiskt: "بيت لحم") liggur á Vestara Áarbakka av Jordanánni í Palestina, umleið fimm kilometrar frá markinum til Ísrael og Jerúsalem. Betlehem varð grundlagdur í bronsualdrinum og var í jarnaldrinum ein stinnur skansi. Býurin varð ein partur av Jordan í 1950 og hersettur av Ísrael í 1967, tá býurin stóð í búskaparligum blóma av stóra áhuganum fyri og søkjanini til bíbilsku støðini. Hetta broyttist í 1993, tá friðaravtalan millum Ísrael og PLO (Palestinsku Frælsis fylkingina) bar í sær, at Betlehem fór undir palestinska sjálvstýrið. Kristindómurin byrjaði í Betlehem. Sambært Nýggja Testamenti (Lukasevangeliinum 2, 4-7) er Betlehem Jesu føðibýur og heimstaður hjá Dávids ættini. Jesus sigst vera føddur í eini hellu í býnum. Betlehem hevur í 2012 umleið 29 000 íbúgvar, harav støðugt færri og færri eru kristin, tí tey kristnu í stórum tali flyta úr býnum. Orsøkin er lutvíst sokallaði trygdarmúrurin, sum Ísrael hevur sett upp uttan fyri býin, og lutvíst ósemjur við nýggju palestinsku myndugleikarnar. Í Betlehem eru 20 % av fólkinum kristin í 2012. Fyri nøkrum árum síðani vóru umleið helvtin kristin. Ferðavinna. Talið á ferðafólkum, sum koma til føðibý Jesusar, Betlehem, økist í stórum. Hetta ber eisini í sær búskaparligan vøkstur í palestinsku sjálvstýrisøkjunum. Í Betlehem er talið av ferðafólki og pílagrímum í 2008 vaksið við 96,5 prosentum í mun til 2007. Meiri enn 1,1 millión ferðafólk hava vitjað býin, og í háárstíðini, sum er um jólini, eru enn fleiri ferðafólk væntandi til Betlehems. Eitt yvirlit yvir teir fyrstu níggju mánaðirnar í 2008, vísir, at árið í ár verður eitt metár, tá talið á vitjandi umræður, síðani tann sokallaða "intifadan" byrjaði í 2000. Sambært ísraelska ferðavinnuráðnum er orsøkin til tann stóra vøksturin í ferðafólkatalinum, at tað hevur verið hampiliga friðarligt í Betlehem síðani 2006, men eisini tí, at tað nú gongur skjótari at koma framvið ísraelsku eftirlitsstøðunum kring býin, og tí er ikki neyðugt at standi í bíðirøðum í tímavís. Saman við Betlehem, er ferðafólkastreymurin til Jeriko eisini vaksin við umleið 46 prosentum síðani 2007. Hesir báðir býirnir verða mettir at vera teir friðarligastu í palestinsku sjálvstýrisøkjunum, og eru lutfalsliga lættir at koma til og frá Jerúsalem. Wham! Wham! (ofta skriva sum WHAM!) var ein pop bólkur sum bleiv gjørdur í 1981 av George Michael (sí mynd høgrumegin) (f. 25. juni 1963) og Andrew Ridgeley (f. 26. januar 1963). Teir gjørdu millum annað sangin "Last Christmas" (1984). George Michael doyði fyrsta jóladag 2016. Tibia. Tibia er eitt mmorpg spæl, ið er ókeypis. Tibia er gjørt av Cipsoft (úr Týsklandi) í 1997. Tibia er eitt av elstu online spølunum í heiminum. Hetta spælið var sera væl umtókt tey fyrstu árini, men tað et eitt 2D spæl, og síðan eru nýggjari líknandi spøl í 3D komin og vera ofta vald frammum Tibia. Í 2006 kom TibiaMe, ið er fyrsta mmorpg spælið til fartelefonir. Fríðbjørg Jensen. Fríðbjørg Jensen, fødd "Hentze", er føroysk songkvinna, fødd 4. desember 1948 í Skopun, búsitandi á Sandi. Fríðbjørg byrjaði ung at fáast við tónleik, og í 1965 var hon við til at stovna tónleikabólkin Snowflakes. Miðskeiðis í 70'unum upplivdi Fríðbjørg eina religiøsa umvending, og tað er serliga fyri kristiliga tónleikin, hon hevur givið út síðani tá, at hon er vorðin kend. Fríðbjørg hevur verið fyri tí hørðu lagnu at missa 4 av sjey børnum, trý av sjúku og ein son av ferðsluvanlukku. Hetta hevur eisini sett síni spor í tónleik hennara. Jólabygd. Hugtakið jólabygd merkir, at tað er ein bygd, har vanligt var fyrr at fara at vitja og at dansa á jólum - 2. jólakvøld var fyrsta dansikvøldið til føroyskan dans. Tá komu fólk úr grannabygdunum á vitjan. Aðrar høgtíðir var so farið til aðrar bygdir at dansa, og soleiðis vóru summar bygdir td. jólabygdir, nýggjársbygdir, trettandabygdir ella kyndilsmessubygdir. Nýggjársbygd. Hugtakið nýggjársbygd merkir, at tað er ein bygd, har vanligt var fyrr at fara at vitja og at dansa nýggjársaftan. Tá komu fólk úr grannabygdunum á vitjan. Aðrar høgtíðir var so farið til aðrar bygdir at dansa, og soleiðis vóru summar bygdir td. jólabygdir, nýggjársbygdir, trettandabygdir ella kyndilsmessubygdir. Hósvík var til dømis nýggjársbygd, og tá komu fólk úr grannabygdunum til Hósvíkar at dansa, men eisini so langt burturi sum úr Leynum og Kvívík. Í Norðuroyggjum vóru Viðareiði og Kunoy nýggjársbygdir. Í Eysturoy vóru Funningur og Lamba nýggjársbygdir og í Norðstreymoy vóru Haldórsvík og Hósvík nýggjársbygdir. Sundalagið. Sundalagið kallast undir einum bygdirnar fram við sundinum millum Eysturoy og Streymoy av Eiði eysturoyarmegin til Hósvíkar streymoyarmegin. Hesar bygdir eru allar uttan Eiði savnaðar í Sunda kommunu. Syðri partur av sundunum, har fjørðurin breiðkast við Veðranes, kallast Tangafjørður, møguliga eftir Raktanga, sum stingur suður í fjørðin. Sunnast í Tangafirði eru Flesjarnar. Trettandabygd. Hugtakið trettandabygd merkir, at tað er ein bygd, har vanligt var fyrr at fara at vitja og at dansa á trettanda, tað er 6. januar. Tá komu fólk úr grannabygdunum á vitjan. Aðrar høgtíðir var so farið til aðrar bygdir at dansa, og soleiðis vóru summar bygdir td. jólabygdir, nýggjársbygdir, trettandabygdir ella kyndilsmessubygdir. Í Kunoynni var til dømis nú avtoftaða bygdin Skarð trettandabygd. Grannabygdin Kunoy vestantil á oynni var nýggjársbygd og triðja bygdin á oynni, Haraldssund, var kyndilsmessubygd. Soleiðis var td. Svínoy jólabygd, Viðareiði var nýggjársbygd, á Kirkju í Fugloy var trettandabygd, og í Múla Kyndilsmessubygd. Í Sandoynni var Húsavík kyndilsmessubygd. Grannabygdirnar Skálavík, Dalur og Sandur munnu so hava verið jólabygd, nýggjársbygd og kyndilsmessubygd (?) Kyndilsmessubygd. Hugtakið kyndilsmessubygd merkir, at tað er ein bygd, har vanligt var fyrr at fara at vitja og at dansa á kyndilsmessu, 2. februar. Tá komu fólk úr grannabygdunum á vitjan. Aðrar høgtíðir var so farið til aðrar bygdir at dansa, og soleiðis vóru summar bygdir td. jólabygdir, nýggjársbygdir, trettandabygdir ella kyndilsmessubygdir. M.a. Haraldssund, Eiði og Gøta vóru kyndilsmessubygdir. Á Eiði verður hetta framvegis hildið við at Dansifelagið á Látrinum fær vitjan av øðrum dansifeløgum á kyndilsmessu. Snowflakes. Snowflakes kallaðist tónleikabólkur, sum Fríðbjørg Hentze (seinni Jensen) og Halltóra Stórá úr Skopun og Randi Thomasen úr Sandavági myndaðu í 1965 og eina tíð fram. Tær sungu og spældu til dans, m.a. í Sjónleikarhúsinum í Havn. Barsskor. Barsskor var navnið á einum deksbáti, bygdur á Akranesi í Íslandi í 1929. Frá umleið 1960 og fram til 19. apríl 2005 røkti hann regluligu rutusiglingina úr Klaksvík til Kalsoynna. Fyrru árini var siglt av Klaksvík til Oyndarfjarðar, Elduvíkar og Funnings umframt allar bygdirnar í Kalsoynni og Kunoynni. Tá var siglt bygd av bygd: Av Klaksvík til Syðradals, síðani til Húsar, so eystur um Kalsoyarfjørð aftur til Kunoyar og so vestur um fjørðin aftur til Mikladals og at enda norður á Trøllanes - um tað viðraði. Innaftur til Klaksvíkar gekk rutan somu leið, men tá var ikki farið á allar bygdir, uttan so fólk skuldi umborð. So hvørt sum vegasambandið batnaði minkaði siglingin, og seinastu árini var bara siglt millum Klaksvík og Syðradal. Tá nýggj ferjulega varð tikin í brúk í Knúksdali á Kalsoynni, fór strandfaraskipið Sam at røkja siglingina, og Barsskor var lagdur. Eftir at Barsskor var lagdur, var avgjørt at selja bátin til Akranesar, sum er vinarbýur við Klaksvík, fyru 1 krónu. Báturin var tó liggjandi, og 12. desember 2008 var hann upphøgdur í loyndum norðuri á Strond á Borðoynni og burturbeindur - hóast aðrir áhugaðir keyparar høvdu latið boð inn fyri at varðveita bátin. Tað var Føroya Landsstýri, sum umvegis Strandfaraskip Landsins átti Barsskor. Føroya Landsstýri. Føroya Landsstýri - ella í dagligari talu bara Landsstýrið, kallast føroyska stjórnin. Landsstýrið er hægsti umsitingarligi myndugleiki í Føroyum. Sambært lóg um stýrisskipan Føroya, sum kom í gildi á ólavsøku 1995, er lóggávuvaldið í yvirtiknum málum hjá løgtingi og løgmanni í felag. Landsstýrismenn og -kvinnur hava ymisk málsøki undir sær og eru ovasti myndugleiki í aðalráðunum. Eitt sindur ymiskt er frá einum landsstýri til annað, júst hvussu málsøkini verða býtt og talið á aðalráðum kann eisini broytast. Onkuntíð verða ráð løgd saman og onkuntíð verður eitt aðalráð býtt sundur í tvey, sum tað t.d. hendi í 2008, tá Almanna- og Heilsumálaráðið fóru sundur í Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið. Ovasti landsstýrismaðurin, sum er leiðari fyri landsstýrið, kallast Løgmaður, hann hevur skrivstovu á Løgmansskrivstovuni úti á Tinganesi. Løgmans- og landsstýrissessir 2008-2011. Tá kvinnur eru landstýrisfólk verða tær oftast umrøddar í kvennkyn sum "Landstýriskvinna" í t.d. almannamálum. Faith (hundur). Faith (føddur desember 2002 í USA) er einasti hundur í heiminum, ið gongur á tveimum beinum. Faith varð føddur við bert einum frambeini, og tá hann bert var sjey mánaðir gamal, mátti hetta beinið takast vegna sjúku. Sambært tíðindastovuni AP er hann einasti hundur í heiminum, ið gongur á tveimum beinum. Boise. Boise er høvuðsstaðurin og størsti býurin í Idaho, USA. Hann hevur umleið 205 671 íbugvar (2010) og var grundað 1863. Navnið "Boise" kemur úr fronskum "boisé", sem merkir "gróðurseta trø". Mississippiá. Mississippiá er, tá ið greinin Missouriá verður uppíroknað, longsta á í heiminum, 7000 km. Missouriá kemur heilt vestan úr Klettafjøllum. Um várarnar, tá ið tað fer at toya í fjøllunum, er ofta so nógv vatn í henni, at áin tekur ikki ímóti, men fer yvir bakkarnar og ger stóran skaða. Til at forða fyri hesum hava teir nú grivið fleiri stórar gryvjur frá ánni og gjørt byrgingar í støðum. Ein onnur grein hjá Mississippiá er Ohioá, sum kemur eystanífrá, hon førir eisini heilt nógv vatn við sær. Í hesa á rennur aftur ein á, sum eitur Tennesseeá. Hundur. Hundur (frøðiheiti - "Canis lupus familiaris") er tamt ránsdýr av hundaætt vanliga havt sum húsdýr. Eysturkommuna. Eysturkommuna er kommuna í Eysturoy, ið varð til tá Leirvíkar og Gøtu kommuna løgdu saman 1. januar 2009. Í 2012 eru 2003 fólk skrásett at búgva í kommununi, og er hetta størsta fólkatalið, ið nakrantíð er skrásett í kommununi. Frá 1. januar 2009, tá Eysturkommuna varð sett á stovn, og fram til juli 2012, hevur fólkavøksturin verið 2,3 %, har sama tíðarskeið einans var 0,44 % fólkavøkstur fyri alt landið. Talan er um ein støðugan fólkavøkstur. Frá 1985 til 2012, er fólkatalið í kommununi vaksi við 13,9 %. Samanbera vit við fólkavøksturin í øllum landinum, so hevur fólkavøksturin sama tíðarskeið verið 6,7 % fyri alt landið. Frá 1. januar 2009 til 1. juli 2012 hava bert 5 kommunur havt fólkavøkstur. Tær eru Tórshavnar, Runavíkar, Sunda, Hovs og Eysturkommuna. Fólkavøksturin í Tórshavnar kommunu hetta tíðarskeiði hevur verið 1,6 %, har vøksturin í Eysturkommunu hevur verið 2,3 %. Vága kommuna. Vága kommuna varð til 1. januar 2009, tá Miðvágs og Sandavágs kommunur løgdu saman í eina kommunu. Heri Joensen (prestur). Heri Joensen er prestur, ættaður úr Svínoy. Hann starvast við Vesturkirkjuna í Havn. Árini 1989-1998 starvaðist hann sum prestur í Vági og í kirkjunum í Suðuroyar Syðru Sókn. Vesturkirkjan. Vesturkirkjan er ein kirkja í vesturbýnum í Havn - á horninum millum Jóannesar Patursonargøtu og Frælsið. Kirkjan er bygd í fyrru helvt av 1970-árunum og vígd í 1975. Vesturkirkjan er hægsti bygningur í Føroyum. Sambært mátingum sum Matrikulstovan hevur gjørt 23. mai í 2002, er hæddin 40,90 m. yvir lendinum har tornið stendur. Cheyenne, Wyoming. Cheyenne er høvuðsstaðurin og størsti býur Wyomings og hevur umleið 59 túsund íbugvar. Cheyenne gjørdist høvuðsstaður í stakríkinum Wyoming í 1867. Býurin, sum liggur ytst í landsynningshorninum av Wyoming, er handils- og samferðslumiðdepilin í stakríkinum. Cheyenne er millum annað nevnd í sanginum "I Can Still Make Cheyenne" hjá George Strait (1996). SS Westerbeek. Westerbeek var ein hollendskur eysturindiafari, sum 2. september 1742 á veg til Hollands kom í tætta toku í Atlantshavinum og fór av kós. Westerbeek sigldi á land sunnan fyri Lopranseiðið, Suðuroy. Tað var tá í tíðini neyðugt at síggja sólina ella stjørnurnar fyri at kunna staðfesta hvussu norðaliga ella sunnaliga ein var staddur, men Westerbeek sá ikki sólina í 11 dagar, og tí visti skiparin ikki hvar hann var staddur, tá teir sigldu á land. Skipið gjørdist vrak. Hetta var 6. ferðin hjá Westerbeek til Eysturindia. Westerbeek var 650 tons til støddar og bygt í 1722 í Hollandi. Tað var 145 føtir langt og hevði tvey dekk. Á hesari ferðini heim var skiparin Hermanus Schutten. Í lastini var vanliga te, kaffi, pipar og onnur kryddaríir. Ferðin til Eysturindia kundi taka upp til eitt heilt ár, og skipini vóru ofta fleiri ár burturi, áðrenn tey komu heim aftur. Tann 2. september 1742 um hálvgum ellivu tíðina á kvøldi siglir Westerbeek á land sunnan fyri Lopranseiðið og søkkur millum 4 sker og land. 10 av manningini komu ikki úr koyggjuni, av tí at teir vóru so sjúkir, tríggir vóru deyðir á ferðini og jarðaðir í sjónum. 81 av manningini bjargaðu sær í land á undurfullan hátt, men ein av teimum fall í berginum og doyði, sostatt komu 80 livandi frá vanlukkuni. Teir 80 vórðu fluttir til Havnar í smábátum, og tað tók fleiri dagar. Í Skúvoy vórðu teir illa móttiknir og sendir avstað til Sands, har teir vórðu væl móttiknir. Úr Skálavík heldur leiðin til Kirkjubøar, men har var sum í Skúvoy, teir vórðu settir í bátarnar kaldir og svangir og førdir til Havnar uttan at fáa vátt ella turt. Í Havn lógu tvey skip klár at fara til Danmarkar, og ætlanin var at øll manningin skuldi fara við hesum skipum av landinum, men skipararnir noktaðu at taka so nógvar sjómenn umborð, men 10 sluppu avstað, meðan hinir 70 vóru eftir í Føroyum allan veturin. Nógvar søgur hava gingið á mannamunni um hesar menn, at teir fingu børn í Føroyum, og at nakrir av teimum vóru eftir í Føroyum, men her eru eingi prógv. Tó stendur fast, at ein av manningini Joseph Gervording var eftir og giftist við fútadóttrini Marionnu, hesin Gervording fekk trý børn í Føroyum, men eingin av hesum fingu børn. Síðan er tað ein gift kona sum tænir í Lamba, hon fær tvillingar við einum av manningini, men tey doyggja øll trý í skalvalopinum norðuri í Gerðum í Klaksvík í 1745. Og at enda er tað ein genta í Vágum, sum fær eina gentu við Berent Schouten, timburmanni á Westerbeek. Henda dótturin fær navnið Sunneva Berntsdatter, og eftir hana eru nógvir eftirkomarar, og teir eru teir einastu skrásettu eftirkomararnir í Føroyum frá Westerbeek. William Cameron Townsend. William Cameron Townsend (9. juli 1896 - 23. apríl 1982) var ein amerikanskur prædikurmaður og trúboðari. Hann hevur eisini grundaði "Wycliffe Bible Translators" og "Summer Institute of Linguistics" í Arkansas í USA. HUXA. HUXA er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum. HUXA stendur fyri "Høgravendur Ungdómur X við A". Felagið stuðlar móðirflokkinum, men er eitt sjálvstøðugt felag og hevur tískil eisini sín egna politikk innan ymisku samfelagsøkini. HUXA er eitt liberalt, konservativt og demokratiskt ungmannafelag. Spiritualized. Spiritualized er ein bretskur bólkur, sum varð stovnaður í 1990. Oddamaðurin er Jason Pierce. Jason Pierce er føddur í Onglandi í 1965. Hann spældi áður í sýruta, psykedeliska rokkbólkinum Spacemen 3, saman við m.ø. Peter Kember. Spacemen 3 varð upployst eftir at sambandið millum oddamenninar báðar, Peter Kemble og Jason Pierce, slitnaði. Bassleikarin, Will Carruthers, trummuspælarin, Jonny Mattock og gittarleikarin Mark Refoy, sum høvdu verið við í Spacemen 3, gjørdu av at stovna ein bólk. Teir fingu sammført Jason Pierce at koma við, saman við vinmanninum Steve Evans. Bólkurin fekk navnið "Spiritualized" eftir einum teksti, sum stóð á einum merki á eini fløsku av Pernod. Orsaka av sáttmála, mátti bólkurin í fyrstani útgeva undir navninum Spacemen 3, tí at so nógvir av limunum eisini høvdu mannað tann bólkin. Fyrsta útgáva var eitt lánilag frá The Troggs, "Any Way That You Want Me". Hetta staðfesti samstundis upploysnina av Spacemen 3, og Spiritualized kundi byrja. Spiritualized hevur síðani stovnanina skift manning út í heilum. Bert Jason Pierce er eftir av upprunaligu manningini. Hann er samstundis eisini tann treytaleysa snúningsásin í bólkinum. Tað er hann sum skrivar allan tónleikin, tekstirnar og syngur hann eisini. Spiritualized hava givið út 5 fløgur. Tann kendasta og eisini mest viðurkenda av ummælarum og øðrum, er útgávan frá 1997, "Ladies and Gentlemen, We Are Floating In Space", sum m.a. varð kosin ársins fløga í 1997 av tónleikasíðuni NME ("The New Musical Express"). Fyrsta útgávan undir navninum Spiritualized var í 1992. Hetta var fløgan "Laser Guided Melodies". Næsta fløgan "Pure Phase" kom út trý ár seinni, og tóktist bólkurin at hava staðfest sín eyðkenda tónleikastíl. Tónleikaliga hava allar útgávurnar hjá Spiritualized innihildið elementir av droni (sum eru langir tónar ið sveima aftanfyri allan tónleikin), shoegaze (seinur, tungur tónleikur, sum hevur fingið navnið av, at tónleikararnir hava lyndi til at standa og hyggja beint niður framman fyri sær, meðan teir spæla). Gjøgnumbrotsútgávan, "Ladies And Gentlemen, We Are Floating In Space", sum var triðja útgávan, bar brá av íblástri úr afrikanskum-amerikanskum gospel tónleiki og blues, og hevur hesin íblástur verið á hóma í útgávunum síðani. Eisini hoyrdist tann sokallaði "walls of sound" dámurin í framleiðsluni. Hesin verður tilskrivaður Phil Spector og Brian Wilson, ið báðir nýttu hetta, til tess at geva tónleikinum ein íbirtan stórleika. Hetta merktist serliga á fjórðu fløguni "Let It Come Down", har tað sveimandi, dronkenda og pompøsa spælið var í hæddini. Fleiri enn 120 tónleikarar vórðu nýttir til hesa fløga. Løg sum "Stop Your Crying", "Come Together" "Won’t Get To Heaven (The State I’m In)" eru góð dømi um henda stórleika. Fimta útgávan, "Amazing Grace" fór so í hina grøvina, og var hon nógv naknari og bar í størri mun brá av tí meiri rokk og blues kenda. Fimta útgávan, "Amazing Grace", kom út í 2003. Spacemen 3. Spacemen 3 var ein tónleikabólkur, sum gjørdist heilt stórur í bretsku undirgrundini, men fekk ongantíð nakað heimsgjøgnumbrot. Til hetta var tónleikurin ov sýrutur. Yes Man. Yes Man er ein amerikanskur skemtifilmur úr 2008. Høvuðsleikarar í filmurin eru Jim Carrey, Zooey Deschanel, Terence Stamp, Bradley Cooper, Danny Masterson, Sasha Alexander og Molly Sims. Filmurin er um ein, sum setir sær fyri at siga ja til alt, hann verður biðin um í eitt heilt ár. Filmurin fær ikki tey heilt stóru ummælini, men hóast er filmurin, sambært listanum hjá altjóða filmsdátugrunninum, ovast á rókini. Robert Mugabe. Robert Gabriel Mugabe (føddur 21. februar 1924 í Kutama í Suðurrhodesia, deyður 6. september 2019 i Singapor) var ein afrikanskur statsleiðari og einaræðisharri. Hann var forseti í Simbabvi frá 1987 til 2017. Í 1980 gjørdist Mugabe forsætisraðharri í Simbabvi. Í 1987 varð hann valdur sum fyrsti fólkaræðisliga valdi forsetin, og Simbabvi var saman við Mugabe hálovað av altjóða miðlum í áravís sum eitt afrikanskt mynsturland. Men Mugabe toldi illa at tapa. Hann noktaði at lata landið frá sær aftur og byrjaði ístaðin at ognartaka alla jørð, sum útlendingar átti í Simbabvi. Jørðina gav hann sínum viðhaldsfólkum, sum um sama mundið forfylgdi og myrdi frá hond. Fólk í túsundtali eru flýggjað undan Mugabe seinnu árini. Síðani 1988 er miðallivialdurin í Simbabvi lækkaður frá 62 ár til 38 ár. Hin 21. november 2017 fór Mugabe frá sum forseti, hann var tá 93 ára gamal. Tað hendi eftir at hann hevði sitið í húsavarðhaldi í nakrir dagar. Seinni gjørdist hann sjúkur og varð innlagdur í sjúkrahúsi í Singapor til serviðgerð í April 2019. Knút Háberg Eysturstein. Knút Háberg Eysturstein (f. 1980) er ein føroyskur tónleikari, sangskrivari, diskari og tónleikafrøðingur (cand.mag. í tónleikafrøði frá universitetinum í Keypmannahavn). Lívsleið innan tónleik. Síðani 2004 hevur Knút verið virkin í soloverkætlan í egnum navni, umframt at hann leikar í bólkum og verkætlanum sum Konni Kass, Svartmálm, Silvurdrongur, Sakaris, Hogni, Anders Riis v.fl. Knút gjørdi av fyrstan tíð vart við seg sum gittarleikari í bólkinum Marigold (1999-2003), ið spratt úr Grót umhvørvinum. Í 2003 gjørdist bólkurin Gestir (2002-2007) vinnari av Prix Føroyar. Árið eftir kom fyrsta solofløgan hjá Knúti; "Havsglóð", ið var framleidd av Allan Tausen og Knúti. Frá 2006-2009 var Knút vertur í tónleikasendingini Rokkstovan. Rasmus Rasmussen, sáli, var upprunaliga vertur. Knút hevur diskað síðani 2006. Sum diskari var hann partur av átakinum Undirbeat frá 2007-2010. Í dag er hann fastur fúsur í Sirkus í Vágsbotni undir heitinum übernörd. Í 2006 var Knút tangentleikari á tveimum fløguútgávum. Gestir góvu út fløguna "Burtur frá Toftunum" og spældu í Føroyum, Danmark og Íslandi. Marius góvu út fløguna "The Sky Is Our Home" og spældu í Føroyum og Íslandi. Í mai 2008 fór Knút í Lundgaard Studios, DK at taka upp til næstu plátuna. Við honum vóru Bogi á Lakjuni (gittar, produktión), Jens L. Thomsen (bass, upptøka, ljóðbland) og Høgni Lisberg (trummur). Úrslitið gjørdist "The Desert Holds A Flower", ið kom út á Plátufelagnum Tutl í 2009. Í 2011 fór Knút undir sína triðju solo útgávu, hesuferð við Jens L. Thomsen sum framleiðara. Plátan fekk heitið "On High" og var útgivin í juli 2013. Í juni 2014 kom fyrsta plátan hjá Tuxedo Rebels, ið er tvíbólkurin hjá Knúti og Peturi Pólsyni. Á vári 2015 gjørdist Knút tangentleikari í bólkinum hjá Konni Kass (sang, saksofon). Hinir tónleikararnir eru Per I. Højgaard Petersen (trummur) og Torleik Mortensen (bass). Bólkurin gav debutplátuna "Haphe" út í november 2016. Í samband við útgávuna fór bólkurin á konsertferðir í Føroyum og Evropa. Á vári 2016 stovnaðu Benjamin Petersen (sang, gittar), Knút H. Eysturstein (gittar, tangentar), Torleik Mortensen (bass) og Per I. Højgaard Petersen (trummur) black/doom bólkin Svartmálm, ið vann Wacken Metal Battle Føroyar 2016. Svartmálm spældi á Wacken Festivalinum í Týsklandi í 2016 og á Spot Festival í 2017. Svartmálm útgav debut plátuna "Svartmálm" á plátufelagnum Tutl í februar 2018. Konni Kass og bólkurin eru í løtuni í holt við upptøkurnar til næstu plátuna við Jens L. Thomsen sum framleiðara. Bouvetoy. Bouvetoy er ein lítil oyggj í Antarktis sum hoyrir til Noreg (hjáland). Landaøki er 49 ferkilometrar. Bouvetoyggin liggur á næstan sama breiddarstigi sum Føroyar, men bara á syðru hálvu. Hóast tað er kalt, er havið kring oynna ríkt og føðir kópar, pingvinir og fugl, sum halda til á oynni. Onki fólk býr har. Bouvetoy er heimsins mest fjarskotna óbygda oyggj og er í Suðuratlantshavinum. Temperatururin liggur undir frostmarkinum meginpartin av árinum, og har er nógvur vindur bæði dag og nátt. Alatri. Alatri (italskt: "Alatri") er ein býur í Italia. Býurin liggur í landslutinum Frosinone í Lazioregiónini, við umleið 30.000 íbúgvum, og liggur umleið 90 km sunnan fyri Rom. Alatri er kendur fyri sín Megalit Akropolis. Joel Osteen. Joel Osteen er føddur 5. mars 1963 í Houston, Texas. Hann er pastorur í Lakewood Church í Texas, sum er størsta samkoman í USA. Osteen er eisini rithøvundur og hevur skrivað 3 bøkur: " (2004), " (2007) og "It's Your Time" (2009). Í 1984 giftist hann við Victoria Iloff Osteen (f. 1961). Tey eiga tvey børn, Jonathan- og Alexandra Osteen. Hann býr nú í Houston í Texas. Asterix. Asterix er ein fronsk teknirøðshetja og høvuðspersónur í teknirøðini Asterix. Søgurnar handla um Asterix, sum er galli (rómverskt heiti á keltum í Fraklandi, Onglandi og í landnyrðingspartinum í Spania), og fylgja vit honum og vinfólkum hansara í lítlu bygd teirra, ímeðan tey, ímillum onnur ævintýr, berjast ímóti Cæsar og rómarunum, sum royna at yvirtaka land teirra. Upprunaligi rithøvundurin til teknirøðina Asterix var René Goscinny, sum eisini skrivaði fleiri aðrar kendar teknirøðir sum Lucky Luke, Iznogood og Umpa-pa. Albert Uderzo teknaði tær fyrstu 34 bøkurnar í høvuðsrøðini um Asterix. Tá Goscinny doyði í 1977, helt Uderzo fram sum rithøvundur frá søgu nr. 25. Bróðir Alberts, Marcel Uderzo, hevur teknað søguna "Les Douze Travaux d'Astérix", ella Asterix hertekur Rom, sum søgan nokk hevði itið á føroyskum. Fyri nøkrum árum síðani legði Albert Uderzo frá sær, og nú skrivar Jean-Yves Ferri søgurnar og Didier Conrad teknar tær. Tíverri eru søgurnar um Asterix enn ikki umsettar til føroyskt, men tær fáast á øllum hinum norðurlendsku málunum. Teknisøgur. Ikki allar søgurnar blivu útgivnar í somu raðfylgju í Skandinavia sum upprunaliga; tá er danska, norska og svenska nummarið sett í klombrum eftir heitið. Frá 2021 og fram verða søgurnar útgivnar á donskum í rættari raðfylgju. Ikki allar søgurnar eru givnar út á íslendskum; tá er - sett í teigin. Allar søgurnar eru givnar út í Skandinavia í skreytheftum, men harafturat eru tær í tveimum ella trimum umførum savnaðar í bøkur. Í 1980'unum komu allar táverandi søgurnar (1-27 og serhefti) út í 7 bókum á øllum trimum skandinavisku málunum. Frá 2001 til 2006 komu allar táverandi søgurnar út í so gott sum kronologiskari raðfylgju í eini bókarøð við 13 bókum. Bókarøðin kom á øllum trimum skandinavisku málunum; hon varð samprentað og hevði somu útsjónd og heiti á øllum trimum málunum; tað er hon, sum víst verður til í súluni næstlongst til høgru. Síðani 2019 hevur danska forlagið Cobolt givið út Asterix-skreythefti og eina bókarøð, nevnd "Den store Asterix". Í hvørjari bók eru 2 skreythefti og umleið 35 síður við tilfari um søgurnar. Henda bókarøðin stendur longst til høgru í yvirlitinum. Barack Obama. Barack Hussein Obama jr. (føddur 4. august 1961 í Honolulu, Hawaii) er fyrrverandi forseti í USA. Hann var tann 44. í røðini og umboðaði demokratarnar. Obama er sonur Stanley Ann Durham úr Kansas og Barack Obama eldra úr Kenja. Klokkan 17:05 føroyska tíð 20. januar 2009 varð Obama tikin í eið sum tann 44. amerikanski forsetin. Stutt áðrenn Barack Obama varð tikin í eið sum forseti, varð Joe Biden tikin í eið sum varaforseti. Han sat sum forseti í átta ár, til 20. januar 2017, tá ið eftirmaður hansara, Donald Trump, varð svorin í eið sum forseti. Tað var í Kogelo í Vesturkenja, at pápi Barack Obama varð føddur. Hóast Obama ongantíð kendi pápa sín av álvara, so verður hann í Kenja mettur sum ein, ið er haðani. Nógvastaðni í Kenja er andilitið á Obama at síggja á blusum, og fólkið í Kenja setir sítt álit á, at Obama fer at gera sítt til at hjálpa fólkinum í Afrika. Pápi Obama var svartur og mamman hvít, men kanningarnar hjá ættargranskarunum vísa, at tað er í móðurættina, at forsetin er í ætt við tann afroamerikanska trælin John Prunch, sum búði í tí, sum nú er staturin Virginia. Kanningarnar hjá ættargranskarunum hava avdúkað, at hesin John Prunch flýddi úr Virginia, men varð tikin í Maryland og dømdur at liva sum trælur. Hann verður tí mettur sum tann fyrsti trælurin í USA, sum er skrásettur sum trælur í amerikonskum skjølum. Eingin amerikanskur forseti hevur ferðast so nógv í sínum fyrsta emblætisári sum Barack Obama. Fyrstu átta mánaðirnar var hann í 16 londum ella í einum fleiri enn George Bush eldri, sum vitjaði 15 lond í sínum fyrsta forsetaári. Trúgv. Obama og familja hansara fóru úr Trinity United Church í Chicago í Illinois í 2008, tí at pastorurin, Jeremiah Wright, kom fram við umstríddum útsagnum um millum annað 11. september 2001. Eisini segði hann, at afroamerikanarar áttu heldur at sungið "Gud dømi Amerika" enn "Gud signi Amerika". Fyrst tók Obama frástøðu frá útsagnunum, men seinni varð Obama noyddur at slíta bondini. Guantánamo fangalegan. Beinanvegin, Obama fór til arbeiðis sum forseti, gav hann boð um at lata Guantánamofangalegan á Kuba aftur. Obama gav boð um, at øll mál móti fangum í Guantánamoleguni, sum eru undir illgruna fyri yvirgang, skulu steðga fyri fyrst í 120 dagar. Avgerðin ávirkar 21 mál, millum annað eitt mál um deyðadóm yvir fimm fangar, sum eru ákærdir fyri at hava framt yvirgangsálop móti USA 11. september í 2001. Obama lovaðí valstríðnum, at hann fer at steingja fangaleguna í Guantánamo. Hann hevur skotið upp, at fangarnir har skulu koma fyri sivilar dómstólar í USA. Avgerðin vísir, at nýggi forsetin hevur heilt aðra hugsan um Guantánamo enn undanmaður hansara í Hvíta húsinum, George W. Bush. Obama skrivaði undir fráboðanina um Guantánamo í Hvíta húsinum, har varaforsetin, Joe Biden, eisini var hjástaddur. Marijuana. Barack Obama er ein av teimum sum heldur at tað er í hægstu tíð at legalisera stoffið í Sambandsríkinum Amerika. "Framhaldandi gransking er komin til niðurstøðuna at hetta stoffið sammett við til dømis alkohol og tubbak er eitt munandi minni farligt stoff, sigur Obama. Hann var fyrr ímóti eini legalisering, men hevur snarað í spurninginum. Deyðshóttanir. Trygdin rundan um Obama er ómetalig stór og umfatandi. Tá Obama varð tikin í eið sum forseti, vóru heili 5.365 myndatól, ið hildu eygað við økjum, har hátíðarhaldið varð hildið. Ein 20 ára gamal maður úr Colorado er skuldsettur fyri at hava hótt við at drepa Obama. Talið á deyðshóttanum móti amerikanska forsetanum er vaksið nógv, síðani Barack Obama tók við starvinum í januar 2009. Obama fær umleið 30 deyðshóttanir um dagin. Tað er 400 prosent fleiri, enn fyrrverandi forsetin, George W. Bush. Almenningurin fær ikki innlit í hóttanirnar, sum verða kannaðar av trygdarfólki forsetans, Secret Service. Amerikanskir fjølmiðlar skriva, at nógvar av hóttanir eru rasistiskar, verður sagt. Friðarheiðursløn Nobels. Klokkan 6 um morgin 10. okt í 2009, vesturamerikanska tíð, bleiv Obama vaktur til tíðindini um, at hann hevði fingið friðarheiðursløn Nobels. Obama sjálvur sigur at hann ikki heldur, at hann hevur uppiborið at fáa heiðurin, tá ein hugsar um fólk sum Nelson Mandela og Martin Luther King. Hinvegin er tað hent fyrr, at fólk hava fingið heiðurin fyri tað, sum tey helst fara at gera. Har er kortini nógv sum talar fyri, at Obama ikki skuldi fingið heiðurin. Fyri tað fyrsta er hann í tveimum kríggjum, brotini á altjóða mannarættindi undir Bush fáa helst ikki avleiðingar og Guantanamo Bay er enn opin. Obama hevur heldur ikki fingið nógv ítøkulig úrslit. Hann er júst farin undir at royna at fáa frið í Miðeystri, tosar við Norðurkorea og USA er betri dámt enn undir Bush. Eitt tað einasta ítøkuliga úrslitið er, at USA og Russland hava bundið seg til, at minka um atombumbur teirra, soleiðis at tey ikki kunnu spreingja jørðina í luftina so ofta sum annars. Legg afturat, at nomineringarnar til Nobel heiðurslønina lótu aftur 1. februar - 12 dagar eftir at Obama fekk sessin sum forseti - og ein kann veruliga loyva sær at ivast í, hvørt tað ikki er ov tíðliga, at geva Obama heiðurin. At amerikanski forsetin Obama bleiv kosin vinnari av friðarheiðursløn Nobels, hevur skapt stórt kjak kring allan heimin. Meðan summi halda avgerðina vera eina djarva avgerð av Nobel-nevndini, eru tað nógv, ið ákæra nevndina fyri at hálova vøkur orð og ætlanir heldur enn ítøkiligar atgerðir við tað, at Obama hevur bert sitið í átta mánaðir sum forseti, og hevur ikki gjørt nógv av sínum orðum til veruleika. Mest atfinningarsomu røddirnar skýra Nobels-friðarheiðuslønina sum beinleiðis meiningsleysa, og her verður víst á, at Obama sum amerikanskur forseti er ovasti leiðari av amerikanska herðinum, og sostatt er leiðari av tveimum kríggum - í Irak og Afghanistan. Júst sama dag, sum Obama skal taka ímóti heiðurslønini, fer hann eftir ætlan at byrja samráðingar at senda fleiri herðmenn til Afghanistan. Eisini verður víst á, at síðan 20. januar, tá Barack Obama bleiv forseti, eru minst 1373 sivil ósek mennisku í Afghanistan og 2458 sivil í Irak sambært ST og Iraq Body Count. Harumframt hava 377 herðfólk latið lív í Operation Enduring Freedom í Afghanistan og Irak. Barack Obama, kann eftir øllum at døma takka nýggja formanninum í Nobel-nevndini, Thorbjørn Jagland (Ap), fyri, at hann fær friðarheiðursløn Nobels, skrivar norska blaðið, Verdens Gang. Tríggir limir í nevndini mæltu frá at lata Obama heiðurslønina, tí hann bert hevur sitið í forsetasessinum í níggju mánaðir. Keldur vátta fyri VG, at ein meiriluti í Nobel-nevndini tíðliga í viðgerðini vísti aftur, at amerikanski forsetin skuldi fáa heiðurslønina. Serstakliga vóru Inger-Marie Ytterhorn úr Framburðsflokkinum og fyrrverandi forkvinnan í Høgra-flokkinum, Kaci Kullmann Five, ivasamar um Obama. Ågot Valle úr Sosialistiska Vinstraflokkinum var eisini ivasom. Tá avtornaði varð Nobel-nevndin á einum máli um at lata amerikanska forsetanum friðarheiðurslønina í ár. Sambært VG var tað nevndarformaðurin, fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Thorbjørn Jagland, sum strongdi á at lata Barack Obama heiðurslønina, og floksfelagi hansara í nevndini, Sissel Rønbeck, tók undir við honum. ComicWiki. ComicWiki er ein donsk wiki um teknirøðir eftir sama leisti sum Wikipedia, men avmarkað til alt, sum hevur við teknirøðir at gera. Greinarnar á ComicWiki kunnu snúgva seg um almenn evni innan teknirøðir sum t.d. Dunnaldur Dunna, Asterix, Lucky Luke, Tintin, Blueberry, evni sum eisini eru at finna á nógvum wikipedium; men eisini um meira avmarkað evni, sum vanliga ikki rúm er fyri á almennum wikipedium, sum t.d.,. Eisini verða stutt viðgjørdar á ComicWiki. Seriewikin er ein tilsvarandi svensk wiki um teknirøðir. Skandinaviskar teknirøðir verða skrásettar í databasuni Minetegneserier. Seriewikin. Seriewikin er ein svensk wiki um teknirøðir eftir sama leisti sum Wikipedia, men avmarkað til alt, sum hevur við teknirøðir at gera. Greinarnar á Seriewikin kunnu snúgva seg um almenn evni innan teknirøðir sum t.d. Dunnaldur Dunna, Asterix, Lucky Luke, Tintin, Blueberry, evni sum eisini eru at finna á nógvum wikipedium; men eisini um meira avmarkað evni, sum vanliga ikki rúm er fyri á almennum wikipedium, sum t.d.,. ComicWiki er ein tilsvarandi donsk wiki um teknirøðir. Skandinaviskar teknirøðir verða skrásettar í databasuni Minetegneserier. Valhøll (teknirøð). Valhøll er donsk teknirøð í 15 pørtum, sum Peter Madsen hevur teknað og Hans Rancke-Madsen, Per Vadmand, Henning Kure og Peter Madsen hava skrivað. Teir fyrstu fimm partarnir eru givnir út á føroyskum. Søgurnar í 4. og 5. parti eru evnið í teknifilminum Valhalla, sum Peter Madsen stóð fyri at tekna. Á teimum trimum skandinavisku málunum eru søgurnar eisini útgivnar í fimm innbundnum bókum. Kenja. Lýðveldið Kenja (enskt: "Republic of Kenya", swahili: "Jamhuri ya Kenya") er eitt land í Eysturafrika. Kenja hevur mark við Tansania í suðri, Somalia í eystri, Etiopia í norðri og í vestri við Uganda og Sudan. Høvuðsstaðurin í Kenja er Nairobi. Nairobi er eisini størsti býur og hevur uml. 2,94 millionar íbúgvar. Mombasa er á eysturstrondini og er næststørsti býur. Mombasa er størsti havnabýur í landinum, og frá hesum býnum liggur ein jarnbreyt sum gongur til høvuðsstaðin Nairobi og víðari inn í grannalandið Uganda. Almennu málini eru tvey í tali, enskt og swahili. Fólkatalið í landinum er 37,9 millionar. Arbeiðsloysið í januar 2009 var 40 prosent. Síðan Kenja loysti frá Stóra Bretlandi í 1963, hava viðurskiftini í landinum verið rættiliga støðug og politiska stýrið mest sum fólkaræðiligt. Landið er eitt av ríkastu londum í Afrika. Revsifrælsi fyri løgregluharðskap er ein stórur trupulleiki. Søga. a> uppreistur ímóti jarðartøku, tvingsilsarbeiði og skattahækkan, sum hvítu myndugleikarnir løgdu á tey. Um 1905 høvdu bretar lagt alt Kenja undir seg. Hvít niðursetufólk úr Stóra Bretlandi og Suðuramerika fingu nógv dyrki- og graslendi í fruktagóða hálendinum, har Masai-, Nandi- og Kikuyufólkið helt til. Niðursetufólkið fekk skjótt stóra ávirkan á bretsku hjálandafyrisitingina. Um somu tíð búsettu mangir indarar seg í Kenja og fóru at fáast við handilsvinnu. Teir vórðu misnøgdir við, at tey hvítu sluppu at leggja ta bestu jørðina undir seg og fingu so stóra politiskan ávirkan. Bretska stjórnin varð hvørki sinnað at lata niðursetufólkið ella indarar fáa ov stórt vald, og í 1923 kunngjørdi hjálandaráðharrin, at krøv og áhugamál upprunafólksins áttu at verða tikin fram um alt annað. Men stjórnin gjørdi einki við ætlanina um at seta tiltøk í verk, sum kundu bøta um viðurskiftini og skapa framburð hjá afrikanarum, og hvíta niðursetufólkið setti seg harðliga upp ímóti øllum broytingum í jarðarbýtinum. Fyrst í hesari øldini mistu neytahaldarar av Masaifólkinum, ið er flakkfólk, stórar víddir, tí at hvíta niðursetufólkið legði lendið undir seg til landbúnað. Mangir masaiar lótu seg ikki ávirka av mentan teirra hvítu og liva enn, sum forfedrarnir gjørdu. Yvirgangur. a> mótmælisrørsluni, á Westgate-keypsskálan og fóru at skjóta. 67 fólk vórðu dripin. 2. apríl 2015 tóku fimm limir í muslimska yvirgangsfelagsskapinum al-Shabab seg inn í ein skúla í Kenja, har tey fleiri fólk til gísla. Álopið á lærda háskúlan í Garissa, nærhendis markinum til Somalia, kostaði 147 mannalív og 79 vórðu særd. Somaliska mótmælisrørslan, al-Shabaab, ið hevur samband við Al-Qaeda, hevur tikið ábyrgd fyri gíslatøkuni. Sambært yvirgangsfelagsskapinum, ið hevur tosað við BBC, so leyslata tey muslimar, men drepa tey kristnu í skúlanum. Ein næmingur í skúlanum fortelur fyri BBC hvat hendi, tá yvirgangsmenninir tóku seg inn í skúlan, og byrjaðu at spyrja fólk, um tey vóru kristin ella muslimar: "Um tú vart kristin, so varð tú skotin á staðnum. Hvørja ferð eg hoyrdi eitt skot, væntaði eg, at eg fór at doyggja", segði Wetangula við BBC. Wetangula varð bjargaður, tá trygdarfólk komu inn gjøgnum eitt vindeyga og hjálptu honum og øðrum næmingum til rýmingar. Fólk, sum sluppu við lívinum hava greitt frá, hvussu vápnaðu menninir háðaðu offrini, áðrenn tey vórðu dripin. Eitt nú vóru lesandi noydd at ringja heim til foreldrini fyri at biðja tey um at kenjanskir hermenn fóru úr Somalia. Síðan vórðu tey skotin. Fleiri yvirlivdu við at lata sum um tey vóru deyð, meðan vápnaðu menninir gingu runt á skúlanum og leitaðu eftir fólki at drepa. Hersetingin av skúlanum vardi allan dagin og endaði við at teir fýra gerningsmenninir drupu seg sjálvar við at útloysa sjálvmorðsbumbuvestarnar, teir vóru í. Tað var eisini al-Shabaab, sum í september í 2013 leyp á Westgate-innkeypsskálan í kenjanska høvuðsstaðnum Nairobi og drap 67 fólk. Westgate-keypsskálin er sera vælumtóktur millum útlendingar í Nairobi. Máld í mannalívum er blóðbaðið á universitetinum í Garissa tað ógvusligasta, sum hevur verið í Kenja síðan 1998, tá Al-Qaeda bumbaði amerikansku sendistovuna. Tá lótu 213 fólk lív orsaka av eini sterkari bumbu, sum var fjald í einum lastbili. Fólkið. Meginparturin av fólkinum livir av jarðarbrúki og dýrahaldi til egna nýtslu. Fáastaðni í heiminum fjølgast fólkið so skjótt sum í Kenja, fólkavøksturin elvir til fátækradømi, stríð um rættindi til jørðina og ósemju ímillum fólkasløgini. Fleiri staðni í landinum verður boðað frá etniskum harðskapi. Mong fólkasløg búgva í Kenja. Eitt av hesum fólkasløgum, kikuyufólkið, býr uppi í hálendinum undir Kenjafjalli. Gudur teirra, "Ngai", verður hildin at hava bústað á fjallinum, og tí byggja teir altíð húsini soleiðis, at dyrnar venda ímóti fjallinum. Sum tveir triðingar av teimum 70 ættarbólkunum í landinum talar kikuyufólkið bantu. Ásiatar, arábar og evropearar - um enn fáir - búgva eisini í Kenja. Pápin hjá Barack Obama er føddur í býnum Alego-Kogello í Kenja, men Obama hevur ongantíð búð í Kenja. Hann hevur tó vitjað landið tríggjar ferðir. Omma Obama, 87 ára gamla Sarah Onyango Obama, býr framvegis í Alego-Kogello í Vesturkenja. Næstan allir kenjanar eru kristnar (78 prosent av fólkinum). Ítróttur. Rennararnir á leiðini við Stóra Rivudal í Kenja eru av allar bestu langrennarum í heiminum. Í 3.000 metra forðarenning hava teir vunnið olympiskt gull fimm ferðir í sjey leikum. At teir eru so trystir at renna, kann vera av tí, at teir búgva í hálendi, og at teir frá barnsbeini renna langan veg í skúla og heim aftur. Kenjanski stórrennarin Móses Kiptanui (føddur 1. oktober 1970) hevur sett heimsmet á 3.000 metra teininum í renning og á 3.000 metra teininum í forðarenning. Búskapur. Mesta landslagið í hesum parti í Afrika er slættar grasfløtur, nevndar savanna. Dýralívið á savannuni er tiltikið, og á hvørjum ári koma mong ferðafólk úr øllum heiminum at síggja tað. Hetta er vorðin týðandi vinna. Te og kaffi eru eisini vorðin góð inntøka. Námsvinna og smáir bóndagarðar hava altíð havt stóran týdning, og aðrar vinnur taka seg upp nú. Tá ið Kenja var bretskt hjáland, var stórur dentur lagdur á at dyrka grøði til útflutning; hetta varð gjørt á stórum gørðum, og gott vegakervið við vegum og jarnbreytum varð lagt. Kenja er eitt av ríkastu londunum í Afrika. Nógv kaffi og te verða útflutt, og sjáldsomu dýrini í stóru tjóðargørðunum draga mong ferðafólk til landið. Týdningarmesti útflutningur í Kenja er landbúnaðarvørur, men nógvastaðni er ov turt at dyrka jørðina. Í hálendinum - har meiri avfall er - verða dyrkað te, kaffi, hveiti, mais, sissal og sukurrør. Har turrast er, eru stórir neytagarðar, har teir halda mjólkneyt og sláturneyt. Nógv grønmeti verður eisini dyrkað, har tað ber til at veita vatn á lendið úr vøtnum og byrgingum; til dømis verða grønar bønir fluttar út við flogfari. Tropiskar strendur og nakrir av bestu tjóðargørðunum í Afrika draga túsundtals ferðafólk til Kenja. Hetta er vorðin týdningarmikil vinna, og kenjansku myndugleikarnir hava gjørt stórar íløgur í vegir, flogvøllir og gistingarhús, til tess at gera Kenja til best umtókta ferðamannaland í Afrika. Flestu ferðafólkini koma higar at síggja dýrini í tjóðargørðunum; tí ger landið sítt ítasta at verja dýralívið og at jagstra og taka ránsveiðumenn. Vatntrot. Í Kenja eru 1,6 milliónir íbugvar so meint raktir av manglandi reinum vatni, at teir hungra. Sambært ST-felagsskapinum UNESCO í mars 2015 hava heili 17 milliónir av kenjabúgvunum ikki atgongd til reint vatn. Nógvastaðni noyðast fólk at ganga nógvar kilometrar fyri yvirhøvur at fáa fatur á vatni. Tintin. Tintin er teknirøð, sum eisini er gjørd til teknifilm og leikfilm. Franskmælti belgiski listamaðurin Georges Remi, sum brúkti skaldanavnið "Hergé", skrivaði og teknaði teknirøðina um Tintin. Høvuðspersónurin í teknirøðini er ungi tíðindamaðurin Tintin. Hann og hundurin Terri eru teir einastu, sum eru við í øllum søgunum. Á ferðum sínum runt heimin fær Tintin hjálp frá ymsum vinum sínum, sum eru afturvendandi í bókunum. Har ímillum eru Haddock kapteynur, løgreglumenninir Dupond og Dupont og Tournesol, professari, sum er eitt sindur av einum ørvitisknokki. Danmark. Á donskum hava søgurnar verið í bløðunum Kong Kylie, Politiken, Fart og tempo, Se og Hør og Billed Bladet umframt at verða givnar út í bókum í fleiri umførum í tveimum umsetingum. Fyrra umsetingin er eftir Jørgen Sonnergaard og varð upprunaliga givin út millum 1960 og 1989. Søgurnar eru givnar út í tilvildarligari raðfylgju, og í talvuni er nummarið sett í klombrum eftir heitið á søguni. Flestu skreytheftini í hesi røðini eru uppafturprentað fleiri ferðir, tey elstu umleið 18 ferðir. Seinna umsetingin er eftir Niels Søndergaard og varð upprunaliga givin út millum 2005 og 2007 í innbundnum bókum uttan nummar á. Síðani er øll røðin eisini givin út í minni innbundnum bókum umleið 17 x 22½ cm, nevnd minicomics; henda røðin hevur rætta nummarið á rygginum. Frá 2011 og fram til 2019 varð nýggja umsetingin eisini givin út í teimum vanligu skreytheftunum, men uttan nummar á rygginum. Noreg. Á norskum (bokmål) eru søgurnar eisini givnar út í fleiri umførum. Fyrstu ferð, í 1972, vórðu bara 4 søgur givnar út. Aðru ferð, 1978-1980, vórðu 11 søgur givnar út. Triðju ferð, 1984-1990, vórðu allar givnar út, bæði sum skreythefti og innbundnar. Í øllum trimum førum var raðfylgjan tilvildarlig, og nummarið er við í talvuni - fyrsta raðfylgjan í, onnur raðfylgja í [kantutum klombrum], og triðja raðfylgjan í 〈spískum klombrum〉. Fjórðu ferð vórðu tær 23 fyrstu søgurnar givnar út í rættari raðfylgju í 8 bókum, sum bert kundu keypast saman í eini eskju. Hendan útgávan var nakað minni enn hinar útgávurnar. Fimtu ferð, 2010-2012, vórðu allar 24 søgurnar givnar út í 12 bókum við tveimum søgum í hvørjari. Tíverri ikki í kronologiskari raðfylgju. Hendan útgávan er talmerkt (1a), (1b) o.s.fr. í vanligum (avrundaðum) klombrum. Svøríki. Á svenskum komu 4 bøkur 1960-1962, sum Per Kellberg umsetti. Øll røðin kom út frá 1968 til 1977, hesu ferð vóru tað Karin og Allan B. Janzon, sum umsettu. Nýggjasta umsetingin er frá 2004-2005, og henni hevur Björn Wahlberg staðið fyri. Ísland. Forlagið Fjölvi útgav flestu søgurnar á íslenskum frá 1971 til 1978 í tilvildarligari raðfylgju. Í talvuni er árstal sett eftir heitið á søguni. Flestu søgurnar hevur Loftur Guðmundsson týtt, nakrar hevur Þorsteinn Thorarensen týtt; tær eru endurprentaðar eina til fýra ferðir. "Tinni í Sovétríkjunum" varð ikki útgivin fyrr enn í 2007 vegna politiska innihaldið, ið tóktist vera sera eymt evni í 1970- og 1980-árunum. Søguna hevur Björn Thorarensen týtt. Í 2010 fór forlagið Iðunn at endurútgeva bøkurnar í minni stødd, umleið 16½ x 22½ cm. Yvirlit yvir Tintin-bøkur og heiti teirra á norðurlandamálum. Filmsbøkurnar eru gjørdar eftir filmar, og Hergé hevur ikki verið við til at skriva ella tekna nakra av teimum. Greg skrivaði og Bob de Moor teknaði "Tintin et le lac aux requins". Einasta norðurlendska málið, sum "Tintin et le oranges bleues" er útgivin á, er íslendskt. Ísland. 21 av teimum 24 bókunum vórðu útgivnar sum teknifilmar, og vórðu allir hesir filmar útgivinir, yvir 3 seriur, við íslenskari talu. Í vanligari talu verða teir kallaðir "Tinnamyndirnar" (á føroyskum "Tintin filmarnir". Í fyrsta umfari, tá filmarin vórðu útgivnir í 1980-árunum var tað bert ein persónur, sjónleikarin Eggert Þorleifsson, sum tosaði fyri allar persónarnar í filmunum. Men mitt í 2000-árunum vórðu filmarnir endurútgivnir við fleiri røddum. Nakað sum var nógv umtalað, tí ættarliðið sum vaks upp við filmunum í 1980 og 1990-árunum, vildu meina at tað tók sjarmuna frá hesum klassisku teknifilmum, og at tað var óneyðugt at broyta nakað sum ikki var í ólagi. Í 2011 kom biograffilmurin "The Adventures of Tintin: The Secret of the Unicorn", Steven Spielberg leikstýrdi. Áskoðarar kundu velja um tey sóu filmin í biografunum á íslenskum ella enskum. Changeling. Changeling (á føroyskum: Býtisbarn) er ein amerikanskur filmur. Hesin krimi/drama filmurin við Angelina Jolie, John Malkovich og leikstjórnaður av Clint Eastwood, ið var tilnevndur til tveir Academy Award Oscars, er bygdur á eina sanna søgu. Filmurin byrjar í Los Angeles í Kalifornia, mars 1928, tá Christine Collins (Angelina Jolie), ein einlig mamma, kemur heim og sær, at níggju ára gamli sonur hennara, Walter (Gattlin Griffith), er horvin. Púra frá sær sjálvari ringir hon til politiið og greiðir frá hvat hent er. Fimm mánaðir seinni frættir hon at Walter er funnin í Illinois. Politiið, ið fegnast um at endiliga fáa positivt ummæli, tí teir annars bert verða settir í samband við korruptión og svart samstarv við teir ólóligu. Gleðin hvørvur tú skjótt, tá Christine sigur at drongurin, hon er komin at taka ímóti á tokstøðini, ikki er sonur hennara. Hvat síðani hendir í filminum er ein rekkja av korruptheitum, hvar politiðið roynir at manipulera Christine til at halda, at "Walter" veruliga er sonur hennara. Hóast hetta er sera torført og sera niðurgerandi fyri Christine, kempar hon sterkt ímóti trýstinum og hevur enn eina vón um at finna son sín. Mr. Bean's Holiday. Mr. Bean's Holiday er ein bretskur filmur úr 2007. Filmurin varir í 86 minuttir. Filmurin er tikin upp í Fraklandi. Høvuðsleikarar í filmurin eru Rowan Atkinson, Emma de Caunes og Willem Dafoe. Filmurin eru framleiddur í Bretlandi. Tá Mr. Bean (Rowan Atkinson) vinnur eina ferð til Fraklands, er hann ikki sørt glaður. Við einum lítlum kufferti og einum flottum upptøkutóli, ið var við í vinninginum, fer hann við flogfarinum til Fraklands og skal taka tokið til Cannes, ið er staðið, hann skal búgva. Men alt gongur ikki heilt sum ætlað. Tá hann skal omborð á tokið, skal hann sjálvandi hava film av sær sjálvum. Hann biður ein tilvildarligan mann filma seg, ímeðan hann gongur inn í tokið, og hetta førir við sær, at maðurin ikki nær tokið. Tá Mr. Bean sær, at sonur mannin longu er inni í tokinum og hoyrir, hvussu teir rópa í panikki um, hvat nú er at gera, fær hann skuldarkenslu, serliga tá hann sær, hvussu ørkymlaður drongurin er. Hann ger av at royna at hjálpa dreinginum at finna pápan aftur. Men alt gongur ikki sum ætlað. Teir hava trupult við at samskifta, tí at teir ikki skilja málið hjá hvørjum øðrum, eftirsum drongurin er russari, men hóast tað kemur eitt heldur løgið vinarlag teirra millum. Tá Bean missir mappuna og tokbillettina burtur á eini tokstøð, sær alt rættiliga svart út. Teir noyðast at bidda og framføra gøtusjónleik fyri at skaffa sær pengar til at finna pápa dreingin aftur. Á hesi longu ferð hitta teir eisini ungu sjónleikarinnuna Sabine (Emma de Caunes), ið hevur stórar dreymar um at gerast heimskend sjónleikarinna. Hon bjóðar seg til at koyra Bean og dreingin til Cannes, av tí at hon sjálv er á veg hagar til ein films festival. Hon skal til premieruna til ein film, ið hon hevur ein lítlan, men avgerðandi leiklut í. Tó hava filmsfólkini snýtt hana, og av hesum gerst hon sera skuffað. Baldrian. Teknirøðin Baldrian í Barnablaðnum er upprunaliga úr Norsk Barneblad og eitur "Smörbukk". Frá 1939 til 1957 teknaði Jens R. Nilssen røðina. Tað eru tekningarnar hjá Solveig Muren Sanden, sum vit kenna best í Føroyum; hon teknaði røðina frá 1957 til 1981, tá Håkon Aasnes tók yvir. Mannabarn. Mannabarn ella Human Child er fløga hjá Eivør Pálsdóttir. Fløgan er úkomin á bæði føroyskum og enskum, og eitur "Mannabarn" ella "Human Child" á enskum. Fløgan kom út 18. juli 2007. 10 løg eru á fløguni. Fløgan er nakað annarleiðis enn hinar fløgurnar Eivør Pálsdóttir hevur útgivið. Eivør hevur innspælt fløguna í Dublin saman við írskum fólkatónleikarum, tað hoyrist væl aftur í tónleikinum, sum er sera inspireraður av írskum fólkatónleiki. Eivør hevur sjálv skriva meginpartin av sangtekstunum á fløguni, hon segði í samrøðu við Planet.fo, at longsulin heim til Føroyar hevur givið henni stóran íblástur til tekstir. Dunnaldur Dunna. Dunnaldur Dunna (enskt Donald Fauntleroy Duck) er høvuðspersónur (ella høvuðsdunna) í tí víðagitnu teknifilmsrøðini og teknirøðini við sama heiti. Millumnavnið hjá Dunnaldi Dunnu er "Fountleroy". Tað er tó ikki umsett til føroyskt. Hann býr í Fitjugerði 13 í Dunnuvík. Foreldrini itu Gvaggolvur Dunna og Hjørdis McGvagg, og systirin eitur Dinna Dunna. Tað var Walt Disney, sum uppfann høvuðspersónin og átti rættindini til hann. Men tað vóru m.a. Carl Barks, Alfred Taliaferro og Jack Hannah, sum gjørdu hann kendan í ávikavist teknirøðheftum, dagblaðsteknirøðum og teknifilmum. Nakrar av søgunum hjá Alfred Taliaferro hava verið at sæð í Barnablaðnum, meðan einar 90 søgur hjá Carl Barks eru at lesa í 18 skreytheftum við felagsheitinum Carl Barks savnið. Carl Barks savnið. "Carl Barks savnið" er eitt savn við 18 skreytheftum við søgum um Dunnald Dunnu, sum Carl Barks hevur skrivað og teknað. Amerikanska upprunarøðin "The Carl Barks Library" var í 141 skreytheftum og endurprentaði næstan allar søgurnar hjá Barks. Føroysku skreytheftini vórðu samprentað við teimum hjá týska forlagnum Ehapa. Arbeiðaraflokkurin. Arbeiðaraflokkurin (norskt: "Arbeiderpartiet/Arbeidarpartiet" ella "Ap") er ein norskur flokkur. Arbeiðaraflokkurin varð formliga stovnaður í 1887 og er ein sosialdemokratiskur flokkur í Noregi. Flokksleiðari og Norges forsætisráðharri er Jens Stoltenberg. Onnur kend fólk úr Arbeiðaraflokkinum eru Gro Harlem Brundtland, Johan Nygaardsvold, Einar Gerhardsen og Thorbjørn Jagland. Helga Pedersen er næstforkvinna í Arbeiðaraflokkinum. Hon varð fyrstu ferð vald í stórtingi á valinum, sum var 14. september 2009. Valiant prinsur. Upprunaliga skrivaði og teknaði Harold R. Foster søgurnar um Valiant prins. Á føroyskum eru 12 skreythefti givin út við Valiant prinsi, í Danmark og Noregi er talið farið upp um 70. Valiant prinsur á føroyskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út. Karius og Baktus. thumbTað er kendi norski barnabókarithøvundurin Thorbjørn Egner (f. 12. desember 1912 í Oslo, d. 24. desember 1990), sum hevur skrivað og teknað søguna um Karius og Baktus, tveir lítlir stavnar, sum búgva í tonnunum á Janusi, tí at hann ikki bustar tenn. Tannlæknin Erling Simonsen hevur umsett til føroyskt, og Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út. Buddy Longway. Sveisiski listamaðurin Claude de Ribaupierre, sum brúkar dulnevnið "Derib", hevur skrivað og teknað teknirøðina um Buddy Longway. Buddy Longway í Norðanlondum. Allar tær 20 søgurnar um Buddy Longway eru givnar út á donskum, tær 16 fyrstu eru givnar út á svenskum og tær 4 fyrstu á norskum. Føroya krønika. Føroya krønika er ein teknirøð, sum Markos Jiménés hevur skrivað og teknað. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2003. ISBN 99918-1-358-6. Grindavísan (teknirøð). Óli Petersen hevur gjørt eina teknirøð um Grindavísuna hjá Christian Pløyen, amtmanni. Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1989 og 2004. ISBN 99918-0-387-4 (2. útgáva). Jákup á Møn (teknirøð). Óli Petersen hevur gjørt eina teknirøð um Jákup á Møn hjá Nólsoyar Páll. Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1987 og 1998. Menniskjusonurin (teknirøð). Danski teknarin Peter Madsen, sum er best kendur fyri teknirøðina um Valhøll, hevur gjørt eina teknirøð um Menniskjusonin fyri Dansk Bibelselskab. Bókin er umsett til fleiri mál, herundir føroyskt, norskt og svenskt. Útgávan á føroyskum hevur ISBN 87-7523-481-5. Annapolis. Annapolis er høvuðsstaður í Marylandi, USA. Býurin bleiv doyptur Annapolis eftir Annu prinsessu, ið seinni var drotning í Onglandi frá 1702 til 1714. Annapolis gjørdist høvuðsstaður í 1649. Býurin hevði í 2019 um leið 38 220 íbúgvar. Býarvøksur. Býarvøksur er at fólk flyta av bygd og til býir og búseta seg har. Orðið urbanisering kemur av latínska orðinum "urbs", sum merkir býur. Tað merkir, at fólkið flytur av landinum og inn í býirnar. Grundin til hesa flytning er, at menniskju skifta frá 1. vinnu (framleiðir rávøru, t.d. landbúnaður og fiskiveiða) til 2. vinnu (virkar rávøruna ávegis ella til lidna vøru. Hon er ofta ídnaður) og serliga til 3. vinnu (hon veitir okkum tænastu, har vit ikki megna sjálv at gera hetta arbeiði, ella vit vilja sleppa undan. T.d. útbúgvingarverkið, handlar, flutning og heilsuverkið). Henda gongdin elvir til, at fólk flyta saman í býir at búgva. 2. vinna økir um býirnar, tí at virkini ofta verða sera stór og hava tí nógv fólk í vinnu. Tey vilja helst búgva í rímiligari nánd av arbeiðsplássinum, og somu fólk verða kundar hjá tænastuvinnuni. Urbaniseringin í ídnaðarlondunum er tí ein nátúrlig avleiðing av broytingunum í vinnulívinum. a>unum. Her búgva fólk, sum eru komin til stórbýin í vónini um at fáa arbeiði. Men tey flestu verða vónsvikin og vinna ikki so mikið, at tey hava ráð til veruligan bústað. Einaræði. Einaræði er politiskt stýri: ein ella tey fáu, ið stýra, hava alt valdið. Í landi við einaræði eru ikki frí val. Mong lond um í heiminum hava einaræði, ein maður við óavmarkaðum valdi ræður. Flestu einaræðisharrar taka valdið, annaðhvørt gera teir hernaðarkvett ella fella tey, ið stýra, á annan hátt. Tá ið einaveldugi einaræðisharrin er komin framat, stýrir hann ofta eftir sínum høvdi, er harðrendur og kúgar alla andstøðu. Sum árini eru liðin, hava mong lond, broytt stýrisskipan frá einaræði til stýrisskipanarligt kongsveldi. Favela. Favela er brasilskt orð, merkir fátækrabýlingar. Kongsveldi. Kongsveldi er ríki, sum kongur ella drotning stýrir. Eru vanliga ikki vald at stýra, men hava arvað trónuna. Í stýrisskipanarligum kongsveldi er tann hægsti í kongsættini ríkisovasti, og trúnarvingi hansara tekur við, tá ið hann fer frá. Japan t.d. er stýrisskipanarligt kongsveldi, og ríkisovastin er keisari. Kongur hevur einki veruligt vald í t.d. Kanada, Avstralia og Evropa. Valdið hevur fólkavalda stjórnin; á odda fyri henni er forsætisráðharrin, sum vanliga er úr størsta flokkinum á tingi. Sum árini eru liðin, hava mong lond, broytt stýrisskipan frá einaveldi til stýrisskipanarligt kongsveldi ella forsetalýðveldi. Vælferðarríki. Vælferðarríki er samfelag, sum hevur ta skipan, at landið hevur ábyrgdina av vælferðini hjá øllum borgarum landsins. Yvirgangur. Yvirgangsfólk er fólk, sum við harðskapi søkja at húsum og ósekum fólkum, til tess at ávirka ella noyða myndugleikarnar at ganga undir krøv og treytir teirra, sum søkja at. Orðið terror, yvirgangur, kemur úr fronskum "terreur", sum merkir ræðsla. Yvir gangsfólk koma ofta úr kúgaðum fólkabólkum, sum royna at ræða mótstøðu fólk síni til eftirlæti ella gera vart við sína støðu í fjølmiðlunum. Tá ið tey hava ripað til, seta tey seg stundum í samband við miðlarnar og átaka sær skyldina, og eftir tað varir tað ikki leingi, fyrr enn heimurin veit, hvat er hent og hví. Serliga eftir Seinna Heimsbardaga er talið av bólkum og rørslum, sum brúka yvirgang fyri at røkka málinum, vaksið. Málið er sum oftast eitt tjóðskaparligt stríð fyri sjálvræði ella eitt stríð fyri at náa einum politiskum endamáli við at skapa ruðuleika í samfelagnum. Millum átrúnaðarligar trúarbólkar eru yvirgangsfólk, sum vilja "gera heim in betri", sum í Tokyo í 1995, tá ið ein trúarbólkur breiddi ógvuliga eitrandi gass út í undirgrundarbreytini. Tólv fólk doyðu av gassinum, og fleiri gjørdust ógvuliga sjúk. Yvirgangsfólk siga seg arbeiða fyri eini góðari søk og halda seg eisini hava rætt til at drepa púra ósek fólk, sum av tilvild koma fyri, tá ið tey leypa á. Tey eru ofta til reiðar til at lata sítt egna lív sum sjálvmorðsbumbufólk. Dømi um yvirgangsfelagsskapir í okkara tíð eru ETA, sum vil fría Baskaland frá Spania, katólska IRA, sum í nógv ár stríddist fyri at gera Norðurírland frælst frá Stórabretlandi, og palestinska Hamas, sum berjist móti Ísrael. Harumframt eru fleiri islamskir felagsskapir, sum hava ymisk politisk endamál við yvirgangi sínum (t.d. Al-Qaeda). Ríkisyvirgangur verður tað nevnt, tá ið eitt ríki fremur yvirgang móti sínum egna fólki, ella parti av fólkinum, fyri at ræða fólk til at verða lýðin. 17.958 menniskjur doyðu av yvirgangi í 2013. Tað er 61 prosent fleiri enn árið frammanundan. 80 prosent av øllum yvirgangsálopum verða framd í fimm londum. Tey eru Irak, Pakistan, Afganistan, Nigeria og Sýria. Irak er tað landið, ið er harðast rakt av yvirgangi. Í 2013 doyðu 6.362 menniskjur av yvirgangi. Tað er øking á 164 prosent frá 2012. 25 lond vóru útsett fyri yvirgangsálopum, har fleiri enn 50 menniskjur doyði. Í 75 londum vóru ongi yvirgangsálop. Fýra yvirgangsfelagsskapir hava ábyrgdina fyri 66 prosent av teimum, ið eru deyð í yvirgangsálopum. Teir yvirgangsfelagsskapirnir eru Islamski Staturin (IS), Al-Qaeda, Taliban og Boko Haram í Nigeria. Ongin deyðsføll vóru í 50 prosentum av øllum yvirgangsálopum í 2013. Síðani 1960-árini, eru bara 7 prosent av teimum yvirgangsbólkum, ið eru upploystir, upploystir vegna hernaðarliga uppíblanding. Innanlandsríki. Innanlandsríki er land, ið er inngirt av øðrum londum, og hevur ikki beinleiðis atgongd til sjógvin, til dømis Bolivia. Fólkatættleiki. Mesti og minsti fólkatættleiki; fólkatal fyri hvønn km2. Fólkatættleiki er alt íbúgvatalið býtt við víddini á landinum. Fólkatættleiki er mát fyri, hvussu tætt fólk búgva til dømis í einum landi, í einari oyggj ella í einum býi. Hann er aloftast máldur í íbúgvum á hvørjum km2. Vita vit víddina og íbúgvatalið, er lætt at rokna fólkatættleikan í einum øki (fólkatal/vídd í fólk/km2). Talið vit fáa, sigur okkum, hvussu nógv fólk búgva á hvørjum km2. Eisini er hetta ein háttur at vísa, hvussu stórt øki, hvørt fólk hevur í miðal at ráða yvir í einum ávísum øki. Hvar fólk búgva er sjálvsagt treytað av ávísum umstøðum, tilfeingi, veðurlagi, natúrligum plantuvøkstri, og eisini hvussu landslagið er. Fólkatættleikin í Føroyum er 34,5 fólk/km2 í 2015. Í USA verða enn nýttar enskar míl, og 1 ensk fermíl er 2,59 ferkilometrar, svarandi til, at 1 ferkilometur er 0,386 fermíl. Fólkatalið í Føroyum er sostatt 34,5 fólk/km2 × 2,59 km2/mile2 = 89,4 fólk/mile2. Heimsríki. Heimsríki (imperium) er eitt land og tey lond, tað hevur lagt undir seg. Sahel. Sahel er lendið ímillum oyðimørkina og turru grasfløturnar sunnan fyri Sahara í Afrika. Vesturheimurin. Vesturheimurin er framkomnu, ríku ídnaðarlondini í heiminum, helst í Norðuramerika og Vesturevropa. Malan Eyðunsdóttir. Malan Jancy Eyðunsdóttir (f. 20. august 1975), búsitandi í Tórshavn, er kend úr bólkum sum Mark No Limits, Flamma, Divaz, Lucination Cantabile, Haldurs Café, Hinar. Malan hevur eisini roynt seg eina og hevur útgivið fløguna Malan. Malan er ein av limunum í kvinnu-poppbólkinum Flamma, saman við Lailu Carlsen og Ann Jannet Danielsen. Fyrr nevndist bólkurin Divaz, tá var Anna Maria Olsen eisini limur í bólkinum. Flamma gevur út fløgu á sumri 2013, tær hava givið út tvey stakløg á Soundcloud, løgini eru av komandi fløguni. Malan er útbúgvin lærari og arbeiðir í Tórshavnar Kommunuskúla, men hevur tó eisini tíð til tónleikin. Svimjihøllin í Gundadali. Svimjihøllin í Gundadali sæst vinstrumegin Tórsvøll, blái bygningurin. Svimjihøllin í Gundadali læt upp í 1982 og hevur árliga eini 150 000 vitjandi. Svimjihøllin í Gundadali hevur 4 hyljar. Umframt vanliga svimjihylin, ið er 25x12,5 m, hevur høllin kavingarhyl, barnahyl og ein undirvísingarhyl. Vanligi hylurin, sum lýkur altjóða mát, er útgjørdur við elektroniskum urum til kappsvimjing. Vatnið í størru hyljunum er 26 °C og í teimum smærru 29 °C. Umklæðingarrúmini eru skipað í konufólka- og mannfólkadeild, sum báðar hava solarium og hitarúm. Í umklæðingarrúmunum eru skáp við lási, har fólk kunnu goyma klæðini, meðan tey svimja. Svimjihøllin hevur eisini gosbað til 6 fólk. Í høllini er kaffistova, sum er opin, tá almenn svimjing er. Pláss er fyri uml. 250 fólkum í senn. Tá almenn svimjing er, eru altíð tveir lívbjargarar í høllini. Havnar Svimjifelag, ÍSB, Tórshavnar Froskmannafelag, skúlar, dagstovnar o.o. brúka svimjihøllina uttan fyri vanligu upplatingartíðirnar. Jóanes N. Dalsgaard. Jóanes Napoleon Dalsgaard (føddur 31. januar í 1970 í Hoydølum) er ein føroyskur stjórnmálafrøðingur (cand.scient.pol.). Hann luttekur til tíðir í kjaksendingum ella úttalar seg um politisk viðurskifti í Føroyum í sendingum hjá Kringvarpinum, t.d. segði hann við Kringvarpið 29. oktober 2014, at landsstýrisfólk í mótvindi halda longri í Føroyum, enn í øðrum Norðurlondum. Hann starvast sum fulltrúi í Heilsumálaráðnum. Keldur. Dalsgaard, Jóanes N. Stjórnmálafrøði. Stjórnmálafrøði er grein innan samfelagsvísundina, sum fæst við skipaða gransking av politiskum fyribrigdum í síni heild. Føroyska heiti eigur Zacharias Wang. Evni: Ástøði um statin, vald, politiskar flokkar og skipanir, umframt ideologiir, ið verða brúkt í eini stjórnmálafrøðiligari lýsing av politisku stovnunum og flokkunum seinastu øldina, og hvussu hesir eru broyttir, sum umstøðurnar eru broyttar. Í hesum sambandi verður somuleiðis lýst, hvussu politisk mentan og áhugabólkar ávirka Angelicum. "Angelicum" er universitetið í Rom (Italia) og varð sett á stovn í 1222 c., 1577. Yisrael Beiteinu. Yisrael Beiteinu er ein flokkur í Ísrael. Avigdor Lieberman (føddur 5. juni 1958 í Sovjet) er formaður í høgravíðgongda flokkinum. Floksnavnið merkir "Ísrael er heim okkara". Eitt av málum floksins er at avmarka talið á arabarum í Ísrael. Og teir arabarar, sum vilja verða verandi í landinum, skulu svørja jødiska statinum trúskapareið – um teir skulu varðveita atkvøðurættin. Moby The Pink Pilot. Moby The Pink Pilot er ein føroyskur bólkur. Bólkurin var við í tónleikakappingini FM08 og vann hesa kappingina. Moby The Pink Pilot spælir progressivan rock og fær íblástur frá bólkum sum Pink Floyd, Radiohead og Muse. Bólkurin leggur dent á góð løg og at hava sterkar tekstir. Í sangunum hjá bólkunum eru altíð ein hjartanemandi søga, ein boðskapur ella brutal erligheit. Mykineshólmur. Mykineshólmur er næststørsti hólmur í Føroyum. Vestasti endin av Mykinesi er ein stakur hólmi, sum er skildur frá oynni av einari smalari og brattari gjógv. Í bjørgunum á Mykineshólmi og á klettum og skerum rundan um, finst einasta súlubøli í landinum. Sagt verður um súluna, at um ein sær hana setast á einari av hinum oyggjunum, so er tað tí at hon er feig. Súlan kemur til hólmin umleið 25. januar og heldur til har til ungfuglurin er floygdur, uml. tann 11. november. Fyrra partin av vetrinum er súlan burturi. Á Mykineshólmi er eisini nógvu lundi. Nógv ferðafólk ferðast til Mykinesar og til Mykineshólm fyri at síggja lundalandið, súluna, húsini við flagtekju osfr. Mykineshólmur hellir 18 stig, og tað er mesta hallið í Føroyum. Vitin á Mykineshólmi. Í 1909 varð viti reistur á vestasta og hægsta partinum av Mykineshólmi. Arbeiði at byggja vitan var trupult, av tí at alt byggitilfar mátti heysast upp á slætt. Samstundis varð ein heingibrúgv gjørd millum hólmin og sjálva oynna. Vitin á mykineshólmi lýsur frá einum 14 metra høgum málmtorni, bygt á bera hellu, uml. 113 metur yvir havinum. Alger. Alger (36° norðurbreidd, 3° eysturlongd) (arabiskt: "الجزائر‎ al-Jazā’ir", franskt: "Alger"), høvuðsstaðurin í Algeria í Norðurafrika, er størsti býur í Algeria og týdningarmesti havnabýur. Muslimar úr Arábia grundaðu býin í 10. øld. Turkar tóku býin í 1518, og fraklendingar tóku hann frá turkum í 1830. Í 16. øld gjørdi mikli sjórænaraovastin Khair al-Din (føddur í 1478 – deyður 4. juli 1546), kendur undir navninum "Barbarossa", Alger til høvuðsstøð sína. Alger var gitið fyri at vera miðdepil hjá sjórænarum. Eftir tað ríkaði býurin seg av handli og sjórænaravirksemi. Í nýggjaru býlingunum fram við Algervík er byggisniðið týðiliga merkt av franskari ávirkan. Elsti býarparturin við smølum gøtum, moskum og marknaði er bygdur niðan eftir Shael-heyggi. Hordaland fylki. Hordaland er eitt fylki í Norra. Hordaland hevur umleið 505 200 íbúgvar. Hordaland hevur mark við Rogaland, Telemark, Bukserud, og Sogn og Fjordane. Kommunur í Hordaland. Kommuner og distrikter i Hordaland Lee Redmond. Lee Redmond (fødd 2. februar 1941) eigur metið fyri at hava heimsins longstu neglir á báðum hondum. Hetta stendur eisini í Metbók Guinnessar. Hon hevði ikki klipt negl síðan 1979, og tá tær vórðu máldar í 2008, vóru tær 8,5 metrar til longdar íalt. Tann longsta sat á tumlinum á høgru hond, hib var 89 cm. Keith Vaz. Nigel Keith Anthony Standish Vaz (føddur 26. november 1956 í Aden, Jemen) hoyrir til Labour flokkin, og situr í parlamentinum í Stóra Bretlandi. Náttúruvanlukka. Náttúruvanlukka er stór vanlukka elvd av náttúruávum. Gos, jarðskjálvti, vatnflóð, hungursneyð, stóreldar og farsóttir hava kravt mong mannalív um allan heim. Sterkari hús í jarðskjálvtaøkjum og byrgingar, ið tálma vatnflóð, hava minkað um vandan, ið stendst av nátturuvanlukkum. Konservatisma. Konservatisma (ella afturhaldssinnaður) er ein politisk hugsjón ella samfelagsfatan ið vil varðveita samfelagsskipanina sum er. Hugsanin um at tað verandi er nóg gott og at broytingar eru óneyðugar. Allar broytingar skulu koma so líðandi. Vit seta ofta konservatismu saman við tjóðskaparligan siðaarv og sterka landsverju. Konservatisman kom at viga upp ímóti frælsishugsjónunum í fronsku kollveltingini. Konservatisma leggur dent á varðveitslu av samfelagsskipanini og siðbundnum virðum. Konservatisma er í stóran mun grundað á liberalismu. Galeras. Galeras er eitt gosfjall í Kolombia í Suðuramerika. Galeras er 4.270 m høgt og hevur goyst fleiri ferðir seinastu árini. Í januar í 2008 goysti fjallið, men tá hendi ikki stórvegis skaði. Í 1993 doyðu 9 fólk, tá fjallið fór at goysa. Gosfjallið er á markinum til Ekvador í Suðurkolombia. Galeras hevur goyst 26 ferðir síðani ár 1500. Lars-Emil Johansen. Lars Emil Johansen (føddur 24. september 1946) er grønlendskur politikari. Hann er yvirskipaður samskipari Norðuratlantsbólkinum. Hann varð føddur tann 24. september 1946 í Illorsuit í Grønlandi. Hann tók læraraprógv í Nuuk í 1970, og var limur í landsráði Grønland frá 1971-75. Landsráðið var eitt slag av grønlendskum amtsráðið áðrenn Grønland fekk heimastýrið 1979. Lars Emil sat hesi árini í Landsráðnum saman við mammu sínari. Frá 1973 til 1979 var hann fólkatingslimur, umboðandi Grønland. Hesi árini arbeiddi hann miðvíst fyri, at Grønland skuldi fáa heimastýri. Í 1977 var hann millum teirra ið stovnaðu flokkin Siumut. Eftir at Grønland hevði fingið heimastýri, var Lars Emil Johansen limur í Landstingi Grønlands (tað sama sum løgtingið) frá 1979 til 1997. Frá 1979-1986 var hann landsstýrismaður í fiskivinnumálum og aðrari vinnu. Frá 1986-88 var hann fyristøðumaður á Sulisartut Háskúlanum. Frá 1991 til 1997 var hann grønlendskur landsstýrisformaður - tað, sum svarar til løgmaður í Føroyum. Frá 1997-2002 var hann varastjóri í Royal Greenland. Kuupik Kleist. Jakob Edvard Kuupik Kleist (føddur 31. mars 1958 í Qullissat í Grønlandi) er ein grønlendskur politikari, fyrrverandi landsstýrisformaður Grønlands, sangari og sosionomur. Hann tók prógv sum sosionomur á Roskilde Universitet Center í Roskilde í 1983. Hann var stjóri á uttanlandsdeildini hjá grønlendska heimastýrinum frá 1996 til 1999. Frá 1995 til 1997 var hann stjóri fyri Inuit Circumpolar Conference (ICC). Frá 1999 hevur hann verið nevndarformaður í S. Hann er eisini nevndarformaður í grønlendska plátufelagnum ULO. Politisk lívsleið. Frá 1991 til 1995 var hann landsstýrismaður við ábyrgd av samferðslu og almennari bygging. Frá 1995 til 1996 var hann landstingslimur. Frá 2000 til 2001 var Kuupik Kleist skrivari hjá grønlendsku sjálvstýrisnevndini. Hann var fólkatingslimur, umboðandi Inuit Ataqatigiit og Grønland frá 2001 til 2007. Frá 12. juni 2009 til 26. mars 2013 var hann landsstýrisformaður í Grønlandi. Hann var formaður fyri Inuit Ataqatigiit frá 2007 til mai 2014, tá hann legði frá sær og Sara Olsvig tók við sum nýggj forkvinna. Tórbjørn Jacobsen. Tórbjørn Jacobsen (føddur 7. oktober 1955 í Ærøskøbing í Danmark) er ein føroyskur politikari, skipari, havnameistari og borgarstjóri í Runavíkar Kommunu. Foreldrini eru Jóan Jacob Frantz Jacobsen, skipsførari og Arnbjørg Jacobsen, f. Gregersen, húsmóðir. Hann var fiski- & sjómaður frá 1975 til 1978. Fór síðani uppá skúla, og tók prógv sum skipsførari á Føroya Sjómansskúla í 1981. Tey næstu 20 árini - frá 1980 til 2000 - var hann skipari í føroyska handilsflotanum. Tórbjørn Jacobsen hevur verið limur í Tjóðveldisflokkinum síðani 1974, og hevur verið nevndarlimur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag í fleiri ár. Frá 1998 til 2000 var hann løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin í Eysturoyar valdømi. Í tí sambandi var hann limur í løgtingsins rættarnevnd og grundlógarnevndini. Frá 2000 til 2001 var hann landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, valdur av Tjóðveldisflokkinum. Seinni landsstýrismaður í fiskivinnu- og tilfeingismálum í 2008. Hann fór úr politikki í 2011 og fór at starvast sum havnameistari í Runavíkar kommunu, har hann seinni, í 2016 eisini bleiv borgarstjóri. Hann hevur eisini lisið guðfrøði. 1. januar 2016 gjørdist hann borgarstjóri í Runavíkar kommunu, orsakað av at Magnus Rasmussen varð valdur í Løgtingið 1. september 2015 og fór í farloyvi úr borgarstjórastavinum 1. januar 2016. Tá ið Tórbjørn gjørdist borgarstjóri, fór hann samstundis í farloyvi frá starvinum sum havnameistari. Norðuratlantsbólkurin. Norðuratlantsbólkurin (NAB) á fólkatingi hevur føroyskt og grønlendskt sjálvstýri sum yvirskipað mál, men bólkurin arbeiðir við øllum málum, sum eru til frama fyri grønlendska og føroyska fólkið. Mál. Bólkurin fer annars - so langt sum orkan røkkur - at arbeiða fyri øllum teimum málum, sum eru til gagns fyri føroyingar og grønlendingar á øllum økjum. Har teir einstøku limirnir hava serlig áhugamál, sum ikki eru í samsvari við hinar limirnar, stendur teimum frítt at virka fyri hesum. Sámal Soll. Sámal Kristian Soll (føddur 25. juni 1977 sum Sámal Kristian Jacobsen í Tórshavn) er ein føroyskur rithøvundur og fyrrverandi formaður í Rithøvundafelag Føroya. Hann er útbúgvin cand. mag. í enskum og hevur tikið hjánám í føroyskum. Hann er elstur av 7 systkjum, vaks upp við Oyggjarvegin í Havn og flutti við familjuni til Hoyvíkar at búgva í 1984 og fór at ganga í Hoyvíkar skúla. Hann fór á studentaskúlan í Hoydølum, har hann tók prógv í 1997. Síðan fór hann niður til Aalborg at lesa enskt. Hann tók BA-prógv í enskum í 2001 og cand. mag. í enskum í 2004. Í 2007 fekk hann arbeiði í Føroya Banka, og hevur hann eisini undirvíst í enskum í Hoydølum. Tær fyrstu stuttsøgurnar skrivaði hann, meðan hann gekk í Hoydølum. Í 2005 varð søgan "Ver ikki bangin" vald sum onnur vinnarasøgan í stuttsøgukapping, sum Bókadeildin skrivaði út. Árið eftir varð søgan givin út í søgusavni á 7 málum umframt føroyskum. Hann hevði tríggjar stuttsøgur við í savninum Russiskur dansur, sum Dimmalætting gav út í 2001 og hevur týtt stuttsøgur úr enskum, eftir m.a Hemingway, sum hava staðið í Skáanum og Varðanum. Hann týðir gátubøkurnar í røðini Detektivstovan hjá Lassa og Maiu, sum Bókadeildin gevur út. Í 2015 gav hann út stuttsøgusavnið Glasbúrið, ið er eitt savn við 19 stuttsøgum. Forlagið Sprotin gav út. Fýra ár seinni, í 2019, kom næsta stuttsøgusavnið, VIRUS. Forlagið Sprotin gav eisini hetta savnið út. Declan Galbraith. Declan Galbraith (føddur 19. desember 1991) er ein enskur sangari og tónleikari. Hann er føddur 19. desember 1991 í Hoo St Werburgh, Kent í Stóra Bretland. Nelson Mandela. Nelson Rolihlahla Mandela (føddur 18. juli 1918 í Mvezo, Suðurafrika, deyður 5. desember 2013 í Pretoria) gjørdist forseti í Suðurafrika, og førdi landið burturúr apartheid-tíðini. Mandela sat sum politiskur fangi í 27 ár, og mong settu alla vón sína á hann. Dirvi, gløggu fyriskipanarevni og ósjálvsøkni trúskapur hansara vann honum virðing og hevur verið íblástur hjá óteljandi fólki um allan heim. Hann varð latin leysur í 1990, tá hevði hann sitið 27 ár í fongsli. Mandela fekk friðarheiðursløn Nobels í 1993. Tað eru skrivaðir 800 sangir um hann. Fleiri hundrað vegir, parkir og torg bera navn eftir honum. Tað eru settar upp standmyndir av honum um allan heim, tann síðsta á Trafalgar Square í London í 2009. Millumnavn hansara 'Rolihlahla' merkir ófriðarkroppur. Hann er ein av teimum kendastu søguligu persónunum í nýggjari tíð. Hann bleiv útbúgvin á University College of Fort Hare og University of Witwatersrand, har hann gjørdi útbúgvingina sum løgfrøðingur lidna í 1942. Í 1944 luttók hann í ANC (African National Congress) og gjørdist leiðari har í 1949. Hann var apartheidsmótstøðumaður og stríddist nógv fyri, at fáa javnstøðu ímillum rasurnar. Men í 1964 bleiv hann dømdur lívstíðarfongsul, og kom at sita á Robben Island, sum liggur uttanfyri Cape Town. Har sat hann til 1982 og bleiv so fluttur til Pollsmoor Prison, har hann sat í 8 ár. Í 1990 valdi tann suðurafrikanski forsetin, F.W. de Klerk, at leyslata Mandela, og í 1993 fekk hann Friðarheiðursløn Nobels. Árið eftir (1994) varð hann valdur til forseta í Suðurafrika. Apartheid. Í 1948 bleiv ein skipan gjørd í Suðurafrika fyri at skilja svørt og hvít at, ið kallaðist apartheid. Undir apartheid blivu menniskju deild í rasubólkar - teir størstu vóru Svørt, Hvít, Farvað og Asiatar - tey blivu atskilt við megi, útfrá teimum rasubólkunum, ið vóru. Tey hvítu høvdu valdið, og tey svørtu vóru rættuliga undirmett. Í bussunum sluppu tey svørtu illa nokk at sita niðri, og nógvastaðnis stóð “WHITES ONLY”. Um til dømis ein svartur maður neyðtók eina hvíta konu, kundi hann væntað at sita fleiri ár í gegli. Men um ein hvítur maður neyðtók eina svarta konu, so var tað lutfallsliga bara bakatellir, og eingin skoytti um tað. Endamálið við skipanini var, at tær ymsu rasurnar onkursvegna mentu seg betur við at liva hvør sær, søgdu tey. Miðjarðarhavið. Miðjarðarhavið ella Miðjarðarhav er havið ímillum Evropa, Asia og Afrika. Tað hevur um Gibraltarsund samband við Atlantshavið. Miðjararhavið fevnir um eitt øki á 2.965.000 km², og hevur eina miðaldýpt á 1.430 metrar. Tað djúpasta økið er 5.267 metrar djúpt, tað er í tí Jóniska Havinum. Charley Pride. Charley Frank Pride (føddur 18. mars 1938 í Sledge, Mississippi í USA, deyður 12. desember 2020 í Dallas, Texas) var ein amerikanskur countrysangari og hornabóltsleikari úr Mississippi. Hann vitjaði í Føroyum í 2009, har hann framførdi í Høllini á Hálsi. Hann framførdi eitt nú saman við føroyska country sangaranum Hallur Joensen. Fyrsta stakplátan "The Snake Crawls at Night" kom við ársbyrjan 1966 og stutt eftir kom "Before I Met You". Í 1969 streyk Charley Pride upp á allar tindar við "All I Have to Offer You Is Me". Frá hesum sangi, og fram til "Every Heart Should Have One" í 1984, varð hann 36 ferðir nummar eitt. Mest sjáldsom vóru tó árini 1969-71, tá Charley Pride samstundis var nummar eitt við átta ymsum sangum: "All I Have to Offer You Is Me", "I'm So Afraid of Losing You Again", "I Can't Believe That You've Stopped Lovin' Me", "I'd Rather Love You", "Is Anybody Goin' to San Antone", "I Wonder Could I Live There Anymore", "I'm Just Me" og "Kiss an Angel Good Morning". Seinastu ferð, hann upptraðkaði, var tann 11. november í Nashville, tá árligu CMA virðislønirnar vórðu latnar. Charley Pride varð heiðraður við "Willie Nelson Lifetime Achievement Award" hjá Country Music Association og sang saman við unga countrysangaranum Jimmie Allen “Kiss An Angel Good Mornin”. Charleston. Charleston er høvuðsstaðurin og størsti býurin í West Virginia, USA. Í sjálvum býnum búgva um leið 46 túsund fólk. Tá bæði Charleston og býirnir i økinum rundanum verða lagdir saman ("Charleston metropolitan area"), so eru tað tó fleiri enn 211 túsund fólk (2018). Søga. Býurin bleiv grundlagdur undir heitinum "Charles Town" í 1788. Hann varð uppkallaður eftir Charles Clendenin, ið var faðirin hjá stovnaranum av býnum, Colonel George Clendenin. Second Life. Second Life er ein tykisheimur, sum bara slepst til um telduna og internetið. Umhvørvið og persónarnir eru gjørdir. Persónarnir verða nevndir "avatar". Second Life er eitt tykisligt umhvørvi, har vit kunnu ferðast og reika og ikki eitt spæl, har vit kunnu vinna ella tapa. Rithøvundurin Julian Dibble hevur prentað eina skaldsøgu í Second Life, og tíðindastovan Reuters hevur skapað teirra egna umhvørvi her. Reuters hevur keypt seg inn í Second Life. Adam Reuters er redaktørur í Second Life. Í veruliga lívinum er hann Adam Pasick og skrivar um miðlar og tøkni. The Children's Machine. The Children’s Machine (OLPC XO-1, $100 Laptop ella 2B1) er ein 100 $ telda til næmingar í menningarlondum. Teldan er partur av verkætlanini One Laptop Per Child, sum skal útvega børnum í menningarlondum samband við umheimin. Talufrælsi. Talufrælsi er frælsi at siga áskoðan sína alment. Hetta merkir, at øll hava rætt at siga ella skriva tað, teimum lystir – eisini at almennakunngera atfinningar um átrúnað ella lívsáskoðanir hjá øðrum. Hetta elvir av og á til tvídrátt millum fólk, tí tað er hóast alt ikki loyvt at spotta ella niðra onnur menniskju fyri teirra trúgv ella lívsáskoðan. Ásetingin um talufrælsi og forboðið móti at brúka sensur byggir á tankar frá fronsku kollveltingini í 1789. Síðani hava mong lond ment eina drúgva siðvenju, knýtt at hugsanini um fólkaræði. Sambandsríki Amerika. Í USA er pressufrælsi síðani 1791 tryggjað í Fyrsta grundlógarískoyti, har m.a. sagt verður: "Congress shall make no law abridging the freedom of speech, or of the press". Kongsríki Danmarkar. Í 1848 varð pressufrælsi staðfest í Kongsríkinum Danmark. Russland. Í 1991 vóru somu viðurskifti staðfest í Russlandi. Í russisku grundlógini §29.5 verður sagt, at "Frælsið hjá fjølmiðlum er tryggjað og at sensurur er bannaður". Russiska fjølmiðlalógin loyvir journalistum at "leita eftir, finna og spjaða" upplýsingar, bara talan ikki er um ríkisloyndarmál. Russland hevur sostatt eina fyrimyndarliga lóggávu um fjølmiðlar. Men í dagliga arbeiðnum kann veruleikin vera ein heilt annar, bæði í Russlandi og aðrastaðni. Í Russlandi verða atfinningarsamir journalistar myrdir. Anna Politkovskaya (1958-2006) var journalistur á blaðnum Novaya Gazeta, ið fanst at krígnum í Kekenia. Í 2004 skrivaði hon eina kenda bók, sum á donskum fekk heitið "Putins Rusland". Anna varð myrd á føðingardegi Putins. Fólkaræði. Land við fólkaræðisligari stýrisskipan við sjálvsmynd. Fólkaræði er ein stýrisskipan har ið fólkið við fólkavaldum umboðum hevur politiskt vald. Fólkaræði eitur á grikskum "demokrati". Demokrati er sett saman av "demos", sum merkir fólk, og "kratia", sum merkir stýri, ræði ella veldi. Í einum fólkaræðisligum samfelagi hava allir landsins borgarar atkvøðurætt. Har ið fólkaræði er, ræður meirilutin, men hugsar tó um áskoðanina hjá minnilutanum. Fólkaræði er eisini, at øll eru líka fyri lógini, og at øll hava frítt at skriva, tala og hugsa innan lógarinnar karmar. Í Føroyum og í Grønlandi eru fólkaræðisligu rættindi borgaranna tryggjað í donsku grundlógini. Fólkaræði kann bólkast í fleiri skipanir. Mest vanliga uppbýtið er millum beinleiðis fólkaræði og umboðandi fólkaræði. Beinleiðis fólkaræði varð nýtt í gamla Grikkalandi, og varð skipað sum fundir við stórari fjøld, sum kom saman fyri at taka støðu til politisk mál. Ein nútímans háttur av beinleiðis fólkaræði verður brúktur í t.d. Kalifornia og Sveis, har fólkaatkvøður í stóran mun verða nýttar. Umboðandi fólkaræði er eitt meira avmarkað og óbeinleiðis fólkaræði, har borgarar við jøvnum millumbilum koma saman at velja sær nýtt ting, og á tann hátt nýta sín fólkaræðisliga rætt til ávirkan. Teir valdu tinglimirnir eru sostatt umboðsmenn hjá veljarunum og skulu røkja áhugamálini hjá teimum. Wilhelm II týskur keisari. Wilhelm II (27. januar 1859 – 4. juni 1941) var týskur keisari, og var proysiskur kongur 1888-1918. Tann 27. januar 1859 var seinasti týski keisarin, Wilhelm II, borin í heim. Føðingin var ikki uttan trupulleikar, og hóast har vóru bæði jarðamøður, týskir og enskir læknar til staðar, bíðaðu tey til síðstu løtu at hjálpa til við burðinum. Í verðina kom tann lítli prinsurin við einum lamnum armi – eitt brek, ið hann bar bæði sum barn og tilkomin. Ikki ein forðing kortini tá talan var um vald og mæti. Barnaár Wilhelms vóru serstøk. Og helst einki undatak, tí tað munnu tey helst hava verið hjá flestu børnum í slíkum mæti. Prinsurin fekk lærdóm og uppaling hjá einum ógvuliga striksum húslærara, sum ikki einans gav bókligan lærdóm, men eisini royndi at lekja lamna armin. Og tað fór ikki altíð tespiliga fram fram. Ein vavstur av venjingum, heilivági og pátrúgv. M.a. kann nevnast, at prinsurin hvønn dag skuldi stinga armin inn í eina nýfletta kanin. Wilhelm fær útbúgving sum heryvirmaður og verður vandur saman við hinum meinigu hermonnunum. Og tað var ikki lætt, tá ein er smádrongur um tíggju ára aldur. Sjálvsálitið var ikki stórt heldur orsakað av viðfødda brekinum og haraftrat gremjing frá móðurini, at tað skuldi vera hon, sum hevði sett hann í verðina. – Hann fekk seinni eisini lærdóm í rættar- og samfelagsvísindi. Wilhelm giftist í 1881 við Augustu Victoriu av Slesvík-Holstein-Sønderborg-Augustenborg. Hon var dóttir Ernst Günther hertoga, sum var við at íbirta slesvíkska-holsteinska kríggið í 1848. Týsku keisararnir eins og onnur kongs- og fúrstahús í Evropa vóru av Hohenzollern-ættini. Í 1888 doyr Wilhelm keisari I, ið var abbi Wilhelm II. Faðirin, Friedrich III, verður nýggjur týskur keisari. Men Friedrich var heilsuveikur. Hann hevði krabbamein í barkanum. Og hóast vermóðirin, Victoria drotning í Bretlandi, royndi at hjálpa honum við sínum kønastu læknum, doyr hann eftir einans 9 mánaðir á trónuni. Wilhelm II setist á trónuna í 1888 sum keisari av Týsklandi og kongur av Preussen. Henda stjórnartíðin var nógv merkt av politikkinum hjá Otto von Bismarck, kanslara – bæði innanríkis og uttanríkis. Men Wilhelm keisari skúgvar hann til viks og heldur seg vera føran fyri at ráða einsamallan. Ein kend tekning lýsir hesi viðurskiftini:»Loðsurin leggur frá borði«. Loðsurin er Bismarck. Fram á lúnningina hellir seg kapteynurin – keisarin sjálvur. Hetta gekk tó ikki sum fótur í hosu hjá Wilhelm. Fleiri mistøk vórðu gjørd, men tað, sum bjargaði Týsklandi, var at ídnaðurin var í stórari menning um hetta mundið. Tað, sum fólk mintust Wilhelm best fyri, var stremban hansara eftir at menna og nýtíðargera týska herflotan. Ongland var tað landið, sum ráddi á heimsins høvum, men Wilhelm vildi, at Týskland skuldi vera fremri. Og haraftrat hava fleiri hjálond enn Ongland. Sum heild metti Wilhelm Ongland vera tann kappingarneytan, ið tað ráddi mest um at vinna á. Hetta hóast hann hámetti Ongland og ofta vitjaði skyldfólkini í enska kongshúsinum. Victoria drotning var omma hansara. Á sumri 1914 brast krúttunnan, sum setti eld í Evropa. Morðið í Sarajevo á eysturríkska-ungarska trónarvingin, Franz Ferdinand av Habsburg, var tann hendingin, sum festi í fjúsið. Wilhelm keisari stuðlaði Eysturríki-Ungarn. Og hann varð seinni lagdur undir at hava høvuðsábyrgdina av teim ræðuligastu hendingunum, heimurin inntil tá hevði sæð. Um hann vildi kríggj beint tá, verður enn nógv kjakast um, men 1. veraldarbardagi varð ein veruleiki. San Antonio. San Antonio er næststørsti býur í Texas og sjeyndi størsti býur í USA. Í 2019 búðu fleiri enn 1,5 mió. fólk í býnum. Søga. San Antonio varð grundlagdur í 1718. Býurin bleiv doyptur San Antonio eftir Antonius av Padua, ið var katólskur munkur og heilgimenni. Kristin. Ein kristin er ein, ið trýr á Jesus Kristus. Ein, ið viðvíkur kristindóminum og teimum kristnu. Umleið 2,2 mia. fólk í heiminum kalla seg fyri kristin, sambært kanningini "Mapping the Global Christian Population". Hetta talið er umleið 35 prosent av øllum heimsborgarum. Ole Wich. Ole Wich (føddur 4. november 1953 í Blommenslyst á Fjóni í Danmark) er danskur/føroyskur grafikari og listamaður, sum er føddur og uppvaksin í Danmark og hevur búð í Føroyum síðan 1980. Hann hevur í nógv ár starvast í grafisku vinnuni sum fotografur og lýsingarmaður. Hann hevur givið út eitt yrkingasavn "Ophav" og hevur arbeitt sum myndlistamaður við samansetingum, ofta burtur úr tilfari, hann finnur sum burturkast í náttúruni. Hann hevur prýtt fleiri føroysk frímerki. Hann hevur myndprýtt bøkur við tekningum sínum, eitt nú bókina "Eiturkoppur", sum er undirvísingarbók til 3. flokk, saman við Gunnvá Dam. Í 2006 gjørdi hann eitt listaverk av Merkinum við orðinum homoFObia skrivað undir. Tað elvdi til nakað av kjaki. Hann hevur havt fleiri listaframsýningar, eitt nú í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í 2013. Yvirlit yvir listaverkum og framsýningar. Installation sammen med værker af Edward Fuglø. Dansiringurin - Hommage à Janus Kamban Parafraser over et kendt kunstværk af Trondur Patursson Hvor er nyfæringerne i Føroya Løgting? Politisk aktion med ændring af valgplakater, 2011 Installation i det offentlige rum siden præsenteret på Ólavsøkuframsýning, Køleinstallation med sand og smeltende is Laserfyr ved regeringsbygningerne på Tinganes, 2008 Udstilling af egne avisillustrationer på Det færøske Landsbibliotek, 2008 Fotoprint - udstilling sammen med Oggi Lamhauge, Installation i gammel industribygning på G! Sammen med Tummas Jákup Thomsen, Gøta, 2005 Collager til koncert med Mussorgskys musik “Udstillingsbilleder” Sammen med Stamen Stanchev på Summartónar. Færøernes Kunstmuseum, 1995 Fax art week 96, Danske Grafikere, København, 1996 Små erindringer fra mine 7 år som fæstningsdreng Det Bruunske Pakhus i Fredericia, 1995 Danseperformance med improviseret skulptur, dans, musik i samarbejde med danser Tina Johansen. Færøernes Kunstmuseum, 1994 installation i eget ­atelier i Thorshavn, 1994 Alternativ til den ­officielle forårsudstilling i eget atelier i Thorshavn, 1993 Færøernes Kunstmuseum, talrige gange i perioderne 1983-96 og 2005-16 Færøernes Kunstmuseum, talrige gange i perioderne 1983-96 og 2005-16 Føroysk frímerki. Hesi frímerki vísa tekningar, sum Ole Wich hevur teknað. Hesi frímerki eru grundaði á myndir, sum Ole Wich hevur tikið. Czeslaw Slania Dennis Agerblad. Dennis Agerblad (Robin Ova Tolfsen) er føddur 10. apríl 1970 í Vestmanna. Hann er listamaður, tónleikari, performari og grafikari. Vesturtýskland. Eftir seinna heimsbardaga varð Týskland lutað sundur millum hersetingarvaldini Sovjetsamveldið; USA; Stórabretland og Frankaríki. Hareftir vórðu tvey lond stovnað, úr hesum fýra landspørtunum: BRD (Bundesrepublik Deutschland), sum í dagligari talu bleiv kallað Vesturtýskland, og tað eystara DDR (Deutsche Demokratische Republik), sum í dagligari talu, bleiv kallað DDR. Høvuðsstaður í Vesturtýsklandi var Bonn, meðan sundurbýtti býurin Berlin, var høvuðsstaður í DDR. Tá ið týsku londini í 1990 blivu løgd saman í eitt land aftur, bleiv í roynd og veru Eysturtýskland niðurlagt, politikarar og fyriskipan annars send til hús, og økið lagt afturat Vesturtýsklandi. Milan Milutinovic. Milan Milutinovic (serbiskt: Милан Милутиновић), (føddur 19. desember 1942 í Beograd) er fyrrverandi forseti í Serbia. Hann tók við sum forseti í Serbia í 1997 eftir Slobodan Milosevic. Milan Milutinovic umboðaði Serbia í samráðingunum um Kosovo, sum elvdu til kríggið á Balkan. Milutinovic sat sum forseti til desember 2002. Tá hann fór frá sum forseti yvirgav hann seg til Altjóða dómstólin móti krígsbrotsverkum í fyrrverandi Jugoslavia. Hin 26. februar 2009 varð hann fríkendur frá øllum ákærum. Milotunovic var sendiharri hjá Jugoslavia í Grikkalandi frá 1992 til 1996 og uttanríkisráharri hjá Jugoslavia frá 15. august 1995 til 8. januar 1998. Drotning Alexandrines Hospital. Drotning Alexandrines Hospital ella Landssjúkrahúsið, sum tey flestu nevna tað, er eitt meginsjúkrahús í Føroyum, afturat tí eru tvey lokal sjúkrahús í Klaksvík, Klaksvíkar Sjúkrahús, og á Tvøroyri, Suðuroyar Sjúkrahús. Drotning Alexandrines Hospital varð tikið í nýtslu í 1924. Drotning Alexandrines Hospital avloysti Færø Amts Hospital, sum var bygt í 1829. Christian kongur tann tíggjundi legði grundarsteinin til Drotning Alexandrines Hospital í juni 1921, og húsið bleiv tikið í brúk 23. februar 1924. Petur Mohr Dam, løgmaður, legði grundarsteinin til Landssjúkrahúsið hin 19. juni 1962. Landssjúkrahúsið var liðugt at taka í nýtslu í 1968 - 1970 (B-bygningurin). Psykiatriski Depilin varð tikin í brúk í 1971. Nýggi G-bygningurin varð tikin í nýtslu í 2004. Landssjúkrahúsið er tað størsta einstaka arbeiðsplássið í Føroyum við umleið 850 starvsfólkum býtt í umleið 30 starvsbólkar. Har eru 6 deplar, 29 sergreinar (íroknað 9 konsulentskipanir), 180 seingjarpláss, 8.000 árligar innleggingar, 50.000 árligar ambulantar vitjanir, 506.388 árligar kanningar í klinisk kemi, 32.000 árligar røntgenkanningar, harav 8% frá Suðuroyar Sjúkrahúsi og 17% frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Landssjúkrahúsið er málsøkið hjá Heilsumálaráðnum. Cucumis. Cucumis er ein heimasíða hvar ið tú kanst bera fram tekstir fyri at blíva umsettir av samfelagnum. Cucumis er eitt samfelag av umsetarum sum deilast um teirra málvísindaligu vitan og hjálpa hvørjum øðrum álinju. Fyri at brúka Cucumis tænastuna, mást tú verða skrásettur limur, tú fær stig fyri at umseta ein tekst og tú hevur brúk fyri stigum fyri at bera fram ein tekst at umseta. Cucumis grovt umsett sum "Vatnmelón" frá latín, ein kúludánað frukt líka sum jørðin, full av lívsmegi og eydnu. Boksarauppreistur. Í mai 1900 brast á anti-vesturlendskur uppreistur í Kina, tá ið boksarar myrdu týska sendiharran og kringsettu bygningar útlendingar høvdu ræði á. Boksararnir, sum fingu stuðul frá keisaraeinkjuni, berjast fyri at loysa Kina frá øllum útlendskum árini. Seinni út á árið fría evropeisku tjóðirnar undir bretskari og týskari leiðslu bygningarnar og tóku upp aftur sítt virksemi í Kina. Karibia. Sum perlur drignar á 3.200 kilometra langan tráð liggja tropuoyggjarnar millum Meksiko og Venesuela. Hetta eru Karibiaoyggjar ella Vesturindiaoyggjar. Summar oyggjarnar eru bara smáir, óbygdir hólmar, ella korallriv; aðrar eru stórar og tættbygdir. Karibiaoyggjar eru mark millum tað 1.920.000 km2 stóra Karibiahav og Atlantshav. Størsta dýpið í Karibiahavi er næstan 7.000 m. Havið er umgyrt av Norður-, Mið- og Suðuramerika. Í Karibia eru 25 ymisk lond. Kuba er størsta ríkið, har búgva 11 milliónir fólk. Hóast hvørt landið hevur sína serstøku mentan, so líkjast karibisku londini á nógvum økjum. Fyri 200-300 árum síðan høvdu lond í Evropa leingi ræðið á øllum hesum oyggjunum. Trælir vórðu fluttir úr Afrika til Karibia og noyddir at dyrka sukurrør í lundum hjá evropearunum. Sukurrør vaksa væl og skjótt í tí vátliga, lýggja veðurlagnum. Eisini Danmark hevði stórt gagn av hesum - tríggjar Vesturindiaoyggjar vóru undir donskum valdi heilt til í 1917. Meginparturin av fólkinum á Karibiaoyggjum er ættaður frá afrikonsku trælunum. Í 1492 kom spanski rannsóknarmaðurin Kristoffur Kolumbus (1451-1505) við monnum sínum sum fyrstu evropearar til Karibia. Á nógvum oyggjum búðu ymisk indiánafólk. Mangir evropearar komu seinni og fóru at trælka indiánarnar. Noktaðu teir at arbeiða, vórðu teir dripnir. Nú eru bara tveir smáir ættbólkar eftir av upprunafólkinum í øllum Karibia. Karibiaoyggjar eru hugtakandi vakrar og fruktagóðar, har eru nógvir litfagrir fuglar, langir sandar og nógv sól. Økið dregur ferðafólk úr øllum heiminum at sær. Hetta gevur nógvum fólki arbeiði. Ferðafólkavinnan er størsta inntøkan á nógvum oyggjum har. Fólkið á oyggjunum Martinique og Guadeloupe hava nógv samband við Frakland. Tey tosa franskt, nýta franskan frank sum gjaldoyra, nýta franska flaggið og halda franskar hátíðardagar. Aðrar oyggjar eru bundnar at Bretlandi, Hálendi, Russlandi og USA. Haðandi fáa tey bæði politiskan og fíggjarligan stuðul. Størri helmingurin av karibum er búnaðarfólk. Mong arbeiða hjá góðseigarum, ið dyrka til dømis sukur og kaffi. Nøkur eiga sær ein lítlan teig, so tey kunnu dyrka grønmeti til sín sjálvs ella at selja á torginum. Upprunaligir karibiskir bygningar eru málaðir við glógvandi litum. Eins og byggihættir eru tónleikur, bókmentir, list og matsiðir ein framúr góður blandingur av evropeiskum og afrikonskum stíli. Stóru oyggjarnar millum Kuba og Puerto Riko (US) nevnast Stóru Antilloyggjar. Eystanfyri liggja Smáu Antilloyggjar, har tær smáu oyggjarnar millum Jomfrúoyggjar og Dominika nevnast Læoyggjar. Og oyggjarnar suður úr Martinique (Frak.) til Grenada eita Guloyggjar. Nógvir oyggjaflokkar eru komnir av gosum. Miðjarðarhavslondini. Tey lond, sum liggja fram við Miðjarðarhavi, kalla vit Miðjarðarhavslondini. Tey eru: Portugal, Spania, Italia, Slovenia, Kroatia, Bosnia-Hersegovina, Montenegro, Albania, Grikkaland, Turkaland, Kýpros, Sýria, Libanon, Ísrael, Egyptaland, Libya, Marokko, Algeria og Tunesia. Miðjarðarhavið hevur í mangar túsund øldir verið felags ogn hjá øllum teimum fólkum, sum búðu í Miðjarðarhavslondunum. Hesi fólk róðu út á hesum havi, tey sigldu land úr landi á havinum við farmi og til stuttleika, og tey funnu sær vinir og settu búgv hvør hjá øðrum. Tað var havið, sum knýtti tey saman. Hesi fólk hava frá fyrndartíðum havt so nógv felags áhugamál, at tey mangan hava kent seg sum eitt fólk. Og í langa tíð vóru tey eisini í einum ríki, sum hevði høvuðssæti í Róm. Ríkið var tí kalla Rómverska ríkið. Tað er tí ikki so løgið, at fólkið í hesum londum mettu síni lond at vera øll jørðin, og kallaðu havið, sum lá í miðjuni, Miðjarðarhavið. Nakin? Nakin? úr 1999 er onnur útgávan hjá tónleikabólkinum. Hon er útgivin av TUTL. Páll Finnur Páll. Páll Finnur Páll er ein føroyskur tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1999 í Hoydølum. Søgan. Tónleikabólkurin Páll Finnur Páll byrjaði í 1999 tá teir tríggir Páll Oddur Rubeksen, Finnur Koba og Páll G. Hammer byrjaðu at spæla saman í Studentaskúlanum í Hoydølum. Í 2001 kom Høgni Fagraberg við í bólkin sum bassleikari, og í 2002 komu Høgni Reistrup og Ísak Sambleben við sum avíkavist cello og violin spælarar. Á sumri í 2002 byrjaðu innspælingarnar til fyrstu fløguna hjá Páll Finnur Páll, sum kom út á vári 2003. Fløgan kallaðist "Bermenn" og hevði eina blanding av kærleikssangum og meira skemtiligum fúlum sangum. Sangurin Forelskaður sjónleikari bleiv stóra útvarpshittið frá hesari fløguni, og verður enn mettur sum ein tann besti føroyski kærleikssangurin, ið er gjørdur. Í 2004 fór bólkurin undir innspælingarnar til aðru fløguna "Førist". Hendan fløgan hevði ein harðari stíl enn fyrra fløgan við fleiri rokk sangum. Fløgan bleiv upptikin í Studio Skýrák har Jón McBirnie framleiddi fløguna saman við Páll Finnur Páll. Førist kom út á sumri 2005 og nakrir av kendastu sangunum frá hesari fløguni eru Herbergið og Fari mín egna veg. Í 2007 útkom triðja fløgan "Fram á hermótið". Á hesari fløguni vóru millum annað sangirnir Mín Russiski Vinur og Havsins ríki. Í 2009 útkom fløgan "Du ved, at gjørt er gjørt", ið var ein fløguboks við teimum trimum fyrr útgivnu fløgunum og einari live fløgu, sum var upptikin á Ólavsøkukonsertini í 2009. Henda fløguboks var ein av mest seldu í føroyum í 00unum, og serliga live fløgan setti gongd á eitt satt Páll Finnur Páll flipp, sum gjørdi bólkin til ein nógv eftirspurdan livebólk. 11/11 í 2011 kl. 11.11 gav bólkurin fjóru studiofløguna út við navninum "Kom við mær." Páll Finnur Páll vann í 2005 virðisløn til tiltakið Atlantic Music Event fyri sangin "Forelskaður Sjónleikari", sum vann fyri at verða mest spældi sangur í Útvarpi Føroya í 2004 og 2005. Á Planet Awards í 2009 blivu Páll Finnur Páll heiðraðir fyri at verða ársins tónleikabólkur í Føroyum. Mariuhøna. Mariuhøna ella Mariubjalla (frøðiheiti - "Coccinellidae") er eitt skordýr, ið livir í øllum heimspørtum uttan Antarktis. Mariuhønur hava bjartar litir, ið ávara dýr ikki at taka tær, tí tær smakka illa. Nógvar mariuhønur liva av blaðlúsum, ið oyðileggja urtagarðsplantur. Golf. Golf er útileikur har sum roynt verður við kylvu at sláa lítlan harðan knøtt í holur í grasvølli. Vanliga eru 18 hol á golfvøllinum, og 100-550 metrar kunnu vera í millum holini. Leikararnir sláa við stavi ein lítlan bólt í eitt av holunum. Sjakalur. Sjakalur er rándýr av hundaætt. Sjakalur etur alt, hann finnur á afrikonsku savannuni, til dømis frukt, smásúgdýr, egg, fugl og ræ. Ofta veiða nógvir sjakalar saman og jagstra til dømis thomsongasellu. Preriuúlvur. Preriuúlvur (frøðiheiti - "Canis latrans") er rándýr av hundaætt. Norðuramerikanska preriuúlvurin er í ætt við úlv, sjakal og taman hund. Sum flestu hundar gongur úlvatíkin í 9 vikur og leggur einar fimm hvølpar. Teir súgva tíkina fyrstu sjey vikurnar, men bara fýra vikur gamlir eta teir eisini hálvsodnaða føði, sum foreldrini klíggja upp aftur til teirra. Úlvurin og tíkin halda saman alt lívið og liva saman við hvølpunum í ættflokkum. Dustsúgvari. Dustsúgvari er ravmagnstól at reinsa dust burtur av t.d. gólvi. Motorrikin veiftra er í dustsúgvara. Hon melur og sýgur luft inn í rør og slangu, niður í dustsúgvaraposan. Við luftini kemur dust og skittur í posan. Í dustsúgvaraposanum eru ørsmá hol, sum bara luft setur ígjøgnum. Dustið verður eftir í posanum. Ymiskar bustir eru at seta á rørið, t.d. gólvbust, teppibust og skápsbust. Mýrikøttur. Mýrikøttur (ella surikøttur),(frøðiheiti - "Suricata suricatta") er í ætt við mangustar og heldur til á turru savannunum sunnarlaga í Afrika. Hann verður um 60 cm langur og livir av skordýrum, eðlum og øðrum smádýrum. Hann er floksdýr, og við sínum longu, hvøssu klóm grevur hann sær jarðholur. Enska navnið "Meerkat" er lænt úr afrikaans málinum (av hollendskum uppruna) har orðið merkir "vatn- ella mýrikøttur". The Beatles. The Beatles var ein enskur tónleikabólkur úr Liverpool í Onglandi. The Beatles eru mettir sum heimsins best umtókti tónleikabólkur nakrantíð. Teir eru eisini tann bólkurin, sum hevur selt flest fløgur/plátur og kassettubond í heiminum. Metingarnar siga, at teir hava selt yvir 1 milliard eintøk síðan fyrsta singulplátan Love Me Do kom út í 1962. Byrjan. "Áðrenn Elvis var einki!" hevur John Lennon sagt og vísti á, at Elvis Presley var tað fyrsta, sum veruliga rein við hjá sær av tónleikí. Tað var ið hvussu er aftaná, at hann hevði hoyrt Heartbreak Hotel, at hin ungi Lennon plágaði mostir sína Mimi at keypa honum ein gittara. Tá segði hon tey so mangan endurtiknu orðini: "Ein gittari kann vera fínur sum ítriv, men tú fert ongantíð at fáa eitt livibreyð burturúr honum!". Hvussu var og ikki, so byrjaði John Lennon saman við vinmonnum sínum ein tónleikabólk, sum spældi skiffle-tónleik miðskeiðis í 1950'unum. Bólkin kallaðu teir The Quarrymen eftir skúlanum, teir gingu á. 16. juni 1957 spældi bólkurin til ein kirkjubasar í Liverpool. Henda dagin spældu teir millum annað tað tá nýggja lagið hjá Gene Vincent Be Bop A Lula. Millum áhoyrararnar var hin fjúrtan ára gamli Paul McCartney, sum kendi ein av limunum í bólkinum. Aftaná framførsluna heilsa John Lennon og Paul McCartney fyri fyrstu ferð upp á hvør annan, og Paul vísti tá John, hvussu hann skuldi stemma gittaran hjá sær og spældi eisini fyri honum lagið hjá Eddie Cochran Twenty Flight Rock. John Lennon segði seinni, at hann var serliga hugtikin av, at Paul McCartney dugdi allan tekstin til Twenty Flight Rock; men eisini at tað var eitt trupult val, ið hann stóð yvirfyri, tí skuldi hann gera bólkin sterkari ella gera seg sjálvan sterkari? - Hann valdi at gera bólkin sterkari. Paul McCartney hevði ein vinmann, George Harrison, sum var rættiliga kringur á gittara. Hóast John Lennon var eitt sindur í iva um at bjóða dreiginum við í bólkin, tað eru jú hálvtriðja ár millum teir, so fekk Paul hann sannførdan eftir at George hevði spælt eina lýtaleysa útgávu av gittarlagnum Raunchy. Fyrsta upptøkan. Tá havt verður í huga, hvussu ótrúliga vælumtóktir Beatlarnir gjørdust, so er áhugvert at vita, at tað finst ein upptøka av framførsluni hjá The Quarrymen gjørd á nett sama kirkjubasari tann dagin, tá ið John møtti Paul. Hesar upptøkur komu undan kavi í 1990'unum, og keypti plátufelagið hjá The Beatles EMI bandið, men enn er hetta tilfar ikki givið út alment. Lakkplátan hjá The Quarrymen. Í 1958 fóru teir komandi Beatlarnir í lítla studioið hjá Percy Philips í Liverpool at spæla inn eina lakkplátu til egið brúk. Á upptøkuni spæla teir tríggir John, Paul og George allir gittara, og við sær hava teir John Lowe, sum spælir klaver, og Colin Hanlon, sum spælir trummur. Fimm eintøk vórðu gjørd av hesi lakkplátuni, og tá ið arbeitt varð við Anthology røðini miðskeiðis í 90'unum fekk EMI hendur á einasta eintakinum, ið hevði yvirlivað. Henda ráa upptøka við The Quarrymen kom út á Anthology 1 í 1994. Sangirnir vóru. John Lennon syngur fyri á løgunum báðum, Paul McCartney og George Harrison syngja kór. Paul McCartney hevur sagt, at soleiðis sum hann minnist tað, so varð George Harrison skrivaður sum samhøvundur, tí hann hevði funnið uppá gittarsoloina. Beatles útgávur. Her eru einans nevndar tær bretsku útgávurnar. Allir sangirnir Beatlarnir góvu út á singul vóru skrivaðir av Lennon og McCartney uttan The Inner Light; Old Brown Shoe og Something, ið George Harrison skrivaði. Týskmæltu útgávurnar blivu innspældar í februar 1964 í Fraklandi um somu tíð, sum Can't Buy Me Love singulin bleiv innspæld. Bad Boy varð innspældur um somu tíð sum sangirnir til Help!-filmin. Across The Universe var innspældur um somu tíð sum Lady Madonna singulin varð innspæld. Henda útgávan, ið byrjar við fuglaláti, var givin út á stuðulsplátu fyri ST stovnin WWF (World Wildlife Foundation) 12. desember 1969. Ein onnur útgáva kom út á Let It Be plátuni árið eftir. Beatles filmar. Tey árini Beatlarnir vóru virknir góvu teir út 5 filmar. Beatles, The Gene Vincent. Gene Vincent (11. februar 1935 - 12. oktober 1971), sum í veruleikanum æt Vincent Eugene Craddock, amerikanskur tónleikari, sum verður roknaður sum ein av undangongumonnunum, tá ið talan er um rock and roll tónleik og tá serliga rockabilly tónleik. Gene Vincent og bólkurin hjá honum The Blue Caps spældu nógv uttanfyri Amerika. Millum annað spældu teir í Hamburg í Týsklandi og møttu har The Beatles. Í 1960 var Gene Vincent við í einari ferðsluvanlukku í Stóra Bretlandi, tá ið hann og Eddie Cochran vóru á konsertferð. Vincent slapp við lívinum, men var tó plágaður av einum stívum beini aftaná. Eddie Cochran var ikki so heppin og doyði á staðnum. Størstu hittini hjá Gene Vincent vóru: Be Bop A Lula; Catman; Blue Jean Bop; Lotta Lovin' og Dance To The Bop. Eddie Cochran. Raymond Edward "Eddie" Cochran (2. oktober 1938 - 17. apríl 1960) var ein amerikanskur rock and roll tónleikari, ið hevði stórt árin á gongdina hjá populertónleiki síðst í 50'unum og frameftir. Cochran doyði í einari ferðsluvanlukku, tá ið hann var á konsertferð í Stóra Bretlandi saman við Gene Vincent. Størstu hittini hjá Eddie Cochran vóru: Summertime Blues; Twenty Flight Rock; C'Mon Everybody og Three Steps To Heaven, sum var innspældur nakrar fáar dagar, áðrenn bráða deyða hansara. Ný Guinea. Ný Guinea er næststørsta oyggj í heiminum, hon hevur tropiskt veðurlag og er mest sum øll avvaksin við tjúkkum tropiskum regnskógi. Vestari parturin av Ný Guineu - Vestur Irian - var áður hollendskt hjáland, men hoyrir nú til Indonesiu, meðan eystari parturin er Papua Ný Guinea. Ný Guinea er tógvin at koma ígjøgnum hjá ókunnumonnum, tí regnskógurin er tjúkkur og villingarsamur, og fólkið óvinaliga sinnað móti fremmandum. Mangir vóru teir, sum hættaðu sær inn í landið, ið ongantíð komu út aftur haðandi. Har er tí mangt, sum eingin veit um. Tað er ikki longur síðani enn í 1953, at ein avstralskur flúgvari kom fram á eina áður ókenda bygd, sum var niðri í einum djúpum dali, umgyrdum av høgum fjøllum. Fólkið í Ný Guineu er sprottið úr Afriku og blámannaætt, og væl bregður afturí, hóast tað hesi seinastu túsund árini er runnið saman við mangar aðrar tjóðflokkar. Tað búgva slakar 7,5 milliónir av fólki á oynni. Fólkið kallast "papuar". Tað ráliga og heita veðurlagið ger, at bert fáir hvítir menn búgva á oynni. Men teir, sum búgva har, eru annaðhvørt embætismenn ella garðeigarar. Garðarnir eru stórir og fullir av kokuspálmum, gummitrøum og grønmeti. Teir hava stór gullnám í fjøllunum. Men ikki er komandi til teirra uttan í flúgvara. Alt, sum verður nýtt í náminum, gravkýr, maskinur, matur og onnur útgerð, verður flutt í fjøllini við flúgvara. John Lennon. John Lennon (føddur 9. oktober 1940 í Liverpool og deyður 8. desember 1980 í New York) er ein av heimsins kendastu sangarum, tónleikarum og sangskrivarum. Hann byrjaði yrkisleið sína í The Beatles saman við Paul McCartney, George Harrison og Ringo Starr. Saman skrivaðu Lennon og McCartney teir flestu sangirnar hjá The Beatles. The Beatles vóru virknir millum 1962 og 1970. Síðst í 60'unum fór John Lennon saman við konu síni Yoko Ono at brúka sína støðu sum kendur at bera fram boðskapin um frið í heiminum. John Lennon virkaði einans sum solistur eftir at The Beatles vóru upploystir. Í 1975 valdi John Lennon at venda almenna lívinum bakið, tí tá høvdu hjúnini fingið sonin Sean. Á heysti 1980 góvu hjúnini út plátuna Double Fantasy, ið var hugsað sum ein tónleikalig samrøða, har tey áttu annað hvørt lag. Um kvøldið 8. desember, tá ið hjúnini vóru komin heim úr upptøkuhølunum, har tey høvdu mixað lagið hjá Yoko Ono Walking On Thin Ice, varð John Lennon skotin til deyðis av einum sinnisveikum fjeppara. George Harrison. George Harrison (føddur 25. februar 1943 í Liverpool og deyður 29. november 2001 í Los Angeles, Kalifornia). Hann byrjaði yrkisleið sína í The Beatles saman við John Lennon, Paul McCartney og Ringo Starr. Í fyrstuni skrivaði George Harrison ikki nógvar sangir fyri The Beatles, men sum árini gingu og løgini gjørdust betri troyttaðist hann av at standa í skugganum av Lennon/McCartney. The Beatles vóru virknir millum 1962 og 1970. Aftaná at The Beatles vóru upploystir virkaði George Harrison bert sum solistur. Yrkisleiðin hjá George Harrison hevði sínar hæddir og lægdir. Tað byrjaði sera væl við trídupult plátuni All Things Must Pass og risahittinum "My Sweet Lord" í 1970; men sum árini liðu fall George Harrison mestsum í gloymskuna hjá øllum øðrum enn sínum mest trúføstu fjepparum. Í seinu helvt av 1980'unum kom George Harrison tó afturíaftur við plátuni Cloud Nine og ikki minst í samstarvinum við Jeff Lynne, Tom Petty, Roy Orbison og Bob Dylan í Travelling Wilburys. George Harrison sangir við The Beatles. Tað fall ikki George Harrison líka lætt at skriva sangir sum hjá John Lennon og Paul McCartney. Í samband við upptøkurnar hjá Beatlunum saman við Tony Sheridan á sumri 1961 varð tó eitt instrumentalt lag spælt inn, ið George hevði skrivað samaan við John - "Cry For A Shadow". Lagið var ein parodi uppá tónleikin hjá The Shadows. Men fyrstu árini Beatlarnir vóru virknir sang George løg hjá øðrum so sum Chains og "Do You Want To Know A Secret" (av Please Please Me); "Roll Over Beethoven" og "Devil In Her Heart" (av With The Beatles); "I'm Happy Just To Dance With You" (av A Hard Day's Night) og "Everybody's Trying To Be My Baby" (av Beatles For Sale). Serliga John Lennon royndi at hjálpa George við sangum - "Do You Want To Know A Secret" og "I'm Happy Just To Dance With You" eru báðir skrivaðir beinleiðis til George Harrison at syngja, og í hesum høpi er tí eisini vert at nevna "You Really Got A Hold On Me" (av With The Beatles), ið teir báðir syngja saman. Fyrsti George Harrison sangurin, sum kom á eina Beatles plátu, var "Don't Bother Me", ið slapp á With The Beatles í 1963. George skrivaði sangin, tá ið hann lá sjúkur nakrar dagar sum eina roynd at vita, um tað bar til hjá sær at skriva yvirhøvur. Á Help! plátuni frá 1965 átti George 2 sangir: "I Need You", sum eisini varð við í filminum, og "You Like Me Too Much", og á Rubber Soul átti "hin stilli" tveir sangir aftrat: "Think For Yourself" og "If I Needed Someone", ið gjørdist eitt stórt hitt hjá bólkinum The Hollies. Í 1966 komu einans út 16 nýggir Beatles sangir, og George átti tríggjar av teimum 14, ið komu á Revolver plátuna: "Taxman", ið hevði eitt riff, sum er vorðið kopierað av mongum bólkum síðani tá; "Love You To", ið var fyrsta "indiska" lagið hjá The Beatles og so rocksangurin "I Want To Tell You". Á Sgt Pepper's Lonely Hearts Club Band, sum kom á sumri í 1967, átti George Harrison tann droymandi og filosofiska "Within You Without You", ið aftur var "indiskur" í arrangementinum. George Harrison læt eisini tveir sangir hetta árið til komandi teknifilmin Yellow Submarine, ið tó ikki kom alment út fyrr enn tíðliga í 1969. Sangirnir vóru "Only A Nothern Song" og "It's All Too Much". Harumframt læt hann eisini sangin "Blue Jay Way" til filmin Magical Mystery Tour, ið varð frumsýndur á BBC 2. jóladag 1967. Á vári í 1968 kom so fyrsti sangurin hjá George á eina Beatles singul. Tað var tann vakri og "indiski" "The Inner Light", sum slapp á B-síðuna á Lady Madonna. "The Inner Light" varð innspældur um sama mundi, sum upptøkurnar til Wonderwall Music filmsplátuna hjá George Harrison fóru fram. Á White Album átti George Harrison 4 sangir, og tann víðagitni "While My Guitar Gently Weeps" við Eric Clapton á gittara verður roknaður sum ein av heilt stóru rock-klassikarunum. Millum hinar sangirnar hjá George á plátuni er "Piggies", ið var ein av sangunum Charles Manson og hansara harkalið brúktu sum prógv fyri sínum dómadagsætlanum, tí tey sóu tað sum tekin um komandi rasu-kríggið, ið Charles Manson væntaði sær. Serliga Helter Skelter verður settur í samband við hesa skemdargerð hjá Manson. "Long Long Long" og "Savoy Truffle" eru hinir báðir sangirnir hjá George á Hvítu Plátuni. Í januar 1969 vóru upptøkur gjørdar til Get Back verkætlanina, har Beatlarnir ætlaðu sær at venda aftur til sínar røtur og spæla inn uttan ov nógvar yvir-dubbingar í studio, sum teir annars vóru vorðnir kendir fyri. Verkætlanin skuldi føra til ein film og enda við eini konsert. Hóast George hevði fleiri sangir við til verkætlanina, gramdi hann seg seinni um, at John og Paul bert sýndu tveimum av teimum áhuga. Teirra millum var tann blues inspireraði "For You Blue", og lagið George umrøddi sum ein tungur-valtsur "I Me Mine". Um summarið kom so singulplátan The Ballad Of John And Yoko, og á B-síðuni var George Harrison lagið "Old Brown Shoe", ið vísti at eisini hann dugdi at skriva rútmiskt svingandi rock-sangir. The Beatles vildu ikki, at síðsta minni um teir sum bólkur skuldi vera misjavna Get Back verkætlanin, ið teir høvdu ilt við at fáa sett saman til eina plátu við hóskandi Beatles góðsku, so teir fóru á sumri 1969 aftur í studio at spæla inn eina seinastu plátu. Tann plátan kom at eita Abbey Road eftir gøtuni har London-studioið hjá EMI liggur. Tá ið Beatlarnir vóru givnir tók studioið navnabroyting og kallaðist síðani Abbey Road Studios at heiðra The Beatles, sum spældi næstan allan sín tónleik inn har. Á Abbey Road plátuni eigur George tveir av allarstørstu Beatles klassikarunum yvirhøvur. Tann yndisliga "Here Comes The Sun" og vakra "Something", sum varð mettur at vera so góður, at sangurin slapp á singulplátu saman við "Come Together". Hetta var so síðsta dupulta A-síðu singulin hjá The Beatles, tvs. at teir løgdu upp til, at báðir sangirnir skuldu metast sum hitt. Hetta høvdu teir m.a. eisini gjørt við singlurnar "Day Tripper"/"We Can Work It Out" (1965) og "Yellow Submarine"/"Eleanor Rigby" (1966). Í januar 1970 varð klippingin liðug av mongu filmsupptøkunum í samband við Get Back, ið nú hevði fingið heitið Let It Be; men tá varnaðust Beatlarnir, at eingin líkinda upptøka var av lagnum "I Me Mine" hjá George, ið var við í filminum. Hetta gjørdi, at teir fóru saman í studio at spæla inn "I Me Mine" av nýggjum. John Lennon var ikki við á hesum upptøkunum, tí hann og Yoko Ono vóru stødd í Danmark í royndini at fáa samband við dóttir Yoko, ið hon átti í fyrru giftu síni við amerikumanninum Tony Cox. Phil Spector fekk litið upp í hendur at produsera Let It Be, so tryggjast kundi, at upptøkurnar frá januar mánaði 1969, kom út í nøktandi líki. Fyrstu verkætlanirnar. Wonderwall var ein filmur um ein mann í bestum árum, sum fær ein nýggjan ungdóm, tá ið hann varnast, at hinumegin garðin heldur vakra grannakvinnan til. Løgini á filmsplátuni Wonderwall Music hjá George Harrison, ið var fyrsta útgávan, sum kom á plátufelagnum hjá The Beatles Apple Records, kunnu býtast í tvey. Tey løgini, sum eru innspæld í India við indiskum instrumentum, og so tey løgini, sum eru innspæld í London við vesturlendskum instrumentun. Plátan seldi tó einki serliga væl. Electronic Sound æt næsta plátan, ið George Harrison gav út. Á hesi plátu eru tvey løg, sum bæði eru gjørd við syntheseisara. Heldur ikki henda plátan seldi nakað serligt. Stóra gjøgnumbrotið. Í 1970 kom so stóra gjøgnumbrotið hjá George Harrison. Hann hevði gjøgnum árini skrivað eina rúgvu av sangum, og nú George ikki longur hevði bindingarnar The Beatles góvu honum, liggjandi á sær, var lagamanni at spæla inn. Úrslitið gjørdist tann trýdupulta plátan All Things Must Pass, og av henni fekk George eisini risa-hittið My Sweet Lord. My Sweet Lord skuldi tó volda George Harrison mikið høvuðbrýggj, tí hann bleiv stevndur fyri at hava plagierað lagið He's So Fine. George endaði við at tapa sakina. Stuðulskonsertin. Ravi Shankar, sum á sinni lærdi George Harrison at spæla sitar, gjørdi Beatlan varugan við trupulleikarnar í Bangladesj, sum var hart rakt av hungri. Tvær stórar konsertir har m.a. Bob Dylan, Billy Preston og Ringo Starr framførdu vórðu upptiknar og filmaðar, og ætlanin var, at alt yvirskotið skuldi fara óskert til hjálpararbeiði í plágaða landinum. Í 1972 komu so upptøkurna út á enn einari trýdupultari plátu. Lívið í materialla heiminum. Tað kendist næstan sum um George Harrison hevði brent krútið ov skjótt av, soleiðis sum 70'ini gingu, tí komandi pláturnar vóru misjavnar og fingu lakari og lakari móttøku sum árini gingu. Í 1973 kom plátan Living In The Material World, ið var seinasta stóra hittið hjá Harrison í 70'unum. Singulin Give Me Love ("Give Me Peace On Earth") kom rímiliga høgt upp á hittlistarnar. Í 1974 kom plátan Dark Horse, ið var merkt av at George um tað mundi plátan var innspæld var sjúkur í hálsinum, og tí er sangurin hjá honum heldur misjavnur á útgávuni, sum hann enntá royndi at fylgja upp við eini konsertferð í USA, sum beinleiðis kann kallast ein fiasko. Í 1975 kom plátan Extra Texture ("Read All About It"), sum hóast hon hevði sínar løtur, doyði burtur rættiliga skjótt á sølulistunum. Í 1976 var sáttmálin The Beatles høvdu havt við EMI útgingin, og plátufelagið gjørdi tí av at geva út eina savnsplátu við tí besta hjá George Harrison - The Best Of George Harrison. Tað sum er sermerkt við plátuni, ið George onga ávirkan hevði á, var at á síðu a vóru løg við The Beatles, og á síðu B vóru solo løg við George Harrison. Ein líknandi pláta kom eisini á marknaðin við Ringo Starr - Blast From Your Past, men hóast hon ikki varir meir enn ein hálvan tíma, so eru bert løg frá solokarrieruni hjá Ringo á plátuni. Paul McCartney hevði skrivað nýggjan sáttmála við EMI og var eitt somikið stórt navn um hetta mundið, at plátufelagið ikki gav út líkandi plátu við hansara bestu løgum. John Lennon, sum var farin í sjálvboðið sáttmálaloysi at vera heima hjá nýfødda soni sínum, slapp eisini undan hesi viðferðini, tí hann hevði sjálvur staðið fyri at skipa eina savnsplátu beint áðrenn sáttmálaskeiðið var runnið - Shaved Fish ("Collectable Lennon"). George Harrison hevði tó fingið nýggjan sáttmála við WarnerBrothers, ið var plátufelagið hann helt seg til næstu nógvu árini. Tær næstu pláturnar hjá George komu so út á hansara egna merki Dark Horse Records, ið fekk eina góða samstarvsavtalu við Warner. Í 1981 gav George út plátuna Somewhere In England, har stóra hittið gjørdist minnissangurin All Those Years Ago, sum var skrivaður til John Lennon, ið bleiv myrdur 8. desember í 1980. Í 1987 kom út plátan Cloud Nine, ið Jeff Lynne úr ELO hevði produserað. Av hesi plátu fekk George Harrison sítt størsta hitt síðan My Sweet Lord - Got My Mind Set On You. Í 1988 byrjaði samstarvið í Traveling Wilburys. George Harrison doyði av krabbameini. Áðrenn Elvis. Áðrenn Elvis er ein sendirøð í útvarpinum hjá Kringvarp Føroya, sum Meinhard Jensen stílar fyri. Í sendingini verður farið aftur í tónleikasøguna hjá USA og høvuðsdenturin liggur á at spæla løg, sum eru upptikin áðrenn rock and roll tónleikurin við Elvisi á odda brýtur ígjøgnum miðskeiðis í 50'unum. - Ikki tí viðhvørt verður farið nakað longur fram í tíðina við tónleikadømum. The Rolling Stones. The Rolling Stones er ein enskur tónleikabólkur úr London, sum fór undir virksemi sítt fyrst í 60'unum. Kjarnin í bólkinum hevur síðan fyrstan tíð verið barndómsvinirnir Mick Jagger og Keith Richard, hóast høvuðsmaðurin fyrstu árini var Brian Jones (deyður í 1969). Upprunaliga høvdu flestu limirnir eina fortíð í bluesbólkinum hjá Alexis Korner, men skjótt var, at teir stóðu á egnum beinum og gjørdist sera vælumtóktir í klubbunum í enska høvuðsstaðnum. Tá ið Andrew Loog Oldham gjørdist managari hjá teimum syrgdi hann fyri at fáa teimum plátusáttmála. The Rolling Stones fingu sáttmála við plátufelagið Decca Records, sum á sinni avvístu The Beatles. George Harrison hevði víst produsaranum hjá Decca, sum á sinni vísti Beatlunum frá sær á London bólkin. Fyrsta singulplátan hjá Stones, sum kom á hittlistan var I Wanna Be Your Man, ið Lennon og McCartney høvdu skrivað. "Studio plátur". Rolling Stones, The Please Please Me (LP). Please Please Me er fyrsta LP'in hjá The Beatles. Allir sangirnir eru skrivaðir av Lennon/McCartney um einki annað er viðmerkt. With The Beatles (LP). Onnur LP'in var við smærri broytingum plátan, sum The Beatles slógu ígjøgnum við í USA á várið 1964. Allir sangirnir eru skrivaðir av Lennon og McCartney um einki annað er viðmerkt. A Hard Day's Night (LP). "A Hard Day's Night" er triðja plátan hjá The Beatles. Tað er tann fyrsta plátan, har Beatlarnir sjálvir hava skrivað øll løgini, og fyrsta plátan, har George Harrison spældi ein 12-streingjaðan Rickenbacker guitar. Tað serstaka ljóðið frá Rickenbacker-guitarinum hoyrist á opningsakkorden í tittulsanginum. "A Hard Day's Night" var soundtrack til filmin við sama heiti. Plátan varð utgivin hin 10. juli 1964, men áðrenn tað var hon komin út í USA hin 25. juni 1964 við eitt sindur annarleiðis samanseting av sangum. Sangirnir á fyrstu síðu eru allir tiknir úr filminum A Hard Day's Night. Allir sangirnir eru skrivaðir av Lennon/McCartney. Beatles For Sale. Beatles For Sale er fjórða studioalbummið hjá enska rocktónleikabólkinum The Beatles, upptøkurnar vóru gjørdar í juli og august 1964, EP'in kom út í desember sama ár. Allir sangirnir eru skrivaðir av Lennon/McCartney um einki annað er viðmerkt. Help! (fløga). Sangirnir á fyrstu síðu eru allir úr filimum Help!. Allir sangirnir eru skrivaðir av Lennon/McCartney um einki annað er viðmerkt. Rubber Soul (fløga). Allir sangirnir eru skrivaðir av Lennon/McCartney um einki annað er viðmerkt. Revolver (tónleikaútgáva). "Revolver" er tann sjeynda studio lp'in hjá tí enska rock tónleikabólkinum The Beatles. LP'in varð útgivin hin 5. august 1966 av Parlophone Records og framleitt av George Martin. Allir sangirnir eru skrivaðir av Lennon/McCartney um einki annað er viðmerkt. Knút Wang. Knút Wang varð borin í heim í Kaldbak í 1917. Ungur fór hann til skips og kom seinni til Havnar at standa í handli. Her kom hann skjótt at taka lut í politikki, hann gjørdist longu í 1942, 25 ára gamal, blaðstjóri á Dagblaðnum, og í 1958 varð hann valdur á løgting umboðandi Fólkaflokkin í Suðurstreymoy - eitt álitisstarv, hann røkti fram til 1974. Alla sína Havnartíð var Knút Havnini ein trúgvur maður; á ungum árum gav hann út søgusavnið»Smá skálkabros«, 1940. Hann doyði í 1976. Fyrsta Mósebók. Fyrsta Mósebók er tann fyrsti parturin í Bíbliuni. Í fyrstu Mósebók stendur, hvussu Gud skapaði himmal og jørð, urtir og dýr og tær fyrstu menniskjurnar. Í fyrstu Mósebók verður eisini sagt frá Nóa ørk og Flóðini Miklu. Í hebráisku Bíbliuni verður bókin nevnd "Bereshit" "í fyrstuni" ella "gjøgnum frumgróður". Í Septuaginta ber hon heitið "Genesis" "upphav" ella "byrjan". Long Tall Sally (EP). Long Tall Sally (víðkað singulpláta - styttingin stendur fyri Extended Play-time) er ein serstøk EP við sangum, sum vóru innspældir um somu tíð, sum sangirnir á A Hard Day's Night. Hesir sangir komu ikki á eina Beatles LP í Bretlandi fyrr enn aftaná, at teir vóru givnir. Sangirnir komu fyrstu ferð á Rock 'N' Roll LP'ina, sum kom út í 1976. Sálomonstemplið. Sálomonstemplið (hebraiskt: בית המקדש) (umleið 957 f. Kr.) var sambært Bíbliuni hitt fyrsta templið hjá Ísraels fólki í Jerúsalem. Tað var ein miðdepil fyri gudsdyrkan og offurtænastu jødanna og uttan iva eisini eitt av heimsins undrum. Fyri ein persón, sum játtar seg til hina kristnu trúnna, hevur templið eisini ein sera týdningarmiklan leiklut. Frá Tjaldtemplinum hjá ísraels fólki á teirra oyðimarkarferð, til Jerúsalem - hitt lovaða landið, og víðari til kristindómin sum heild, hevur templið ein sentralan leiklut fyri trúarsamleikan hjá bæði jødum og kristnum. Harrans hús. Sambært bíbilsku keldunum er arkitekturin til templið sjálvur Gud. Templið verður eisini kallað Harrans hús í 2 Krýn. 3,1 nevniliga av teirri orsøk, at hann í grundini sjálvur hevur sagt, hvussu tað skal byggjast. Hetta sær man, tá ið man lesur um fyrimyndina til Sálomonstemplið, nevniliga Tjaldtemplið hjá jødunum (uml. 1437 f. kr.). Hesa fyrimyndina kann man lesa um í 2. Mós. 26. Har lesur man nevniliga um, hvussu Gud nágreiniliga gevur Móses boð um, hvussu hann skal gera Tjaldtemplið. Henda fyrimyndin kann sporðast heili 480 ár aftur í tíðina undan bygnaðin av templinum í Jerúsalem. Søgan hjá Sálomonstemplinum. Eitt av hinum fyrsta, sum Dávid kongur í Ísrael gjørdi, var at hertaka Jerúsalem og gera tað til høvðusstaðin í sínum kongadømi (uml. 1004 f. Kr.). Hann valdi Jerúsalem, tí at tað var har, ið Ábraham skuldi offra Ísak, og tí skuldi templið eisini verða bygt har. Í dag stendur halgidómurin hjá muslimunum (Dome of the Rock) á staðinum, sum Sálomonstemplið einaferð stó. Templið var eitt stað til offurtænastu. Har skuldu prestarnir offra syndaoffur fyri fólkið. Í grundini var tað eitt stað, har sjálvur Gud skuldi búgva. Hetta er eisini orsøkin til at Dávid flutti sáttmálaørkina til Jerúsalem. Viðvíkjandi sáttmálaørkini hevði Gud sagt við Móses: ”Har skal eg koma á fund við teg” (2. Mós. 25,22). Ørkin var altso ímyndin av Guds nærveru fyri alt Ísraels fólk. Og tá ið Dávid kongur flytur ørkina til Jerúsalem, merkir hetta eisini at hann ynskir, at Jerúsalem skal verða Guds bústaður. Dávid kongur ætlaði sær sjálvur at fara undir at byggja templið í Jerúsalem, men hetta var ikki ætlanin hjá Gudi tó. Sambært Bíbliuni vildi Gud, at sonurin hjá Dávid skuldi byggja templið. Í 1. Krýn. 28,2-6 sigur Dávid: ”Hoyrið meg, brøður mínir og fólk mítt! Eg hevði í hyggju at byggja hvíldarstað fyri sáttmálaørk Harrans og fyri fótskør Guðs várs og búðist at byggja. Men Guð segði við meg: Tú skalt ikki reisa navni mínum hús, tí at tú ert bardagamaður og hevur úthelt blóð. Men Harrin, Ísraels Guð, útvaldi kortini meg av allari faðirætt míni til ævinliga at vera kongur yvir Ísrael; tí at Júda útvaldi hann til at vera tjóðhøvdinga og av Júda faðirætt mína, men av øllum sonum faðirs míns vildi hann, at eg skuldi verða kongur yvir øllum Ísrael. Og av øllum sonum mínum – tí at Harrin hevur givið mær nógvar synir – útvaldi hann Sálomon, son mín, til at sita í kongsstóli Harrans og valda Ísrael. Og hann segði við meg: Sonur tín Sálomon er tann, sum byggja skal hús mítt...”. Dávid ætlaði sær altso at byggja templið, men fekk ikki lov til tað kortini. Hetta er eisini orsøkin til, at Dávid síðani handar Sálomon fyrimyndina til templið – henda fyrimyndin, sum Móses fekk 480 ár undan, tá ið Guds segði við hann: ”Í øllum lutum skalt tú gera bæði tjaldtemplið og øll reiði tess eftir teirri fyrimynd, sum eg vil sýna tær” (2. Mós. 25,9). Sálomon varð korin til at fullføra verkið. Sálomon brúkti hini 4 fyrstu árini sum kongur til at leggja ymiskt aftrat fyrireikingunum, sum pápi hansara hevði gjørt til templið. Eisini brúkti hann hesa tíðina til at útvega hundrað túsund talentir av gulli og eina millión talentir av silvuri og so nógv av kopari og jarni, at tað ikki kundi vigast, eisini bjálkar og steinar fekk hann til vegar (1. Krýn 22,14). Nú var klárt at fara í gongd og tók tað honum 7 ár at byggja templið liðugt út í odd og egg. Men syrgiligt nokk kom Sálomonstemplið ikki at standa longri enn 430 ár. Í 587 f. Kr. oyðilegði Nebukadnesar kongur templið í Jerúsalem og førdi Ísraels fólk í útlegd í Babylon inntil uml. 530 f. Kr. Síðani varð eitt annað tempul bygt uppaftur av Zerubbabel, men hetta templið var als ikki líka flott sum Sálomonstemplið. Templið hjá Zerubbabel fekk ein enda, tá ið Herodianska templið varð bygt í tess stað í árunum 30-64 e. Kr. Tað kom tó ikki til at standa so leingi. Í ár 70 varð Herodianska templið brent niður, tá ið Titus hersetti Jerúsalem. Innrætting og tilfar. Støddina av templinum kann man lesa um í 1. Kong. 6,2-3: ”Templið, sum Sálomon kongur bygdi Harranum, var seksti alnir langt, tjúgu alnir breitt og tríati alnir høgt. Og forsalurin fyri framman templið var tjúgu alnir langur á borði við breiddina á templinum og tíggju alnir breiður fram úr templinum”. Sambært granskarum er longdin og breiddin á Sálomonstemplinum akkurát dupult so stór sum longdini og breiddini av Tjaldtemplinum. Hetta komst av at Ísrael var vaksið munandi síðani Tjaldtemplið var tikið í brúk 480 ár undan, men bæði templini tæntu hinum sama formálinum, nevniliga sum ein bústaður hjá Harranum og eitt stað til gudstænastu og offurtænastu fyri fólkið. Sálomonstemplið hevði 3 rúm: Forhøll, hitt heilagsta og hitt allar heilagsta og sikkurt eisini ein forgarð. Tilfarið, sum varð brúkt til templið er eisini nágreiniliga dokumenterað í 1. Kong. 6. Og vil eg her koma við nøkrum dømum hesum viðvíkjandi. Hin himmalski halgidómurin. Sjálvt um templið ikki stendur í dag, so hevur tað tó ein bílætligan týdning í og við tí at Jesus, sambært hini kristnu læruni, bæði er høvðusprestur og offur. Og soleiðis er hann í hinum kristna samanhanginum hin sanna uppfyllingin av formálinum við tempultænastuni. Hetta er eisini tað, sum sipað verður til, tá ið rithøvundurin til Hebrearabrævið sigur, at Jesus gekk inn um forhangið sum ein fyrirennari fyri okkum (Hebr. 6,20). Forhangið var jú tað, sum skrædnaði í templinum, beint áðrenn Jesus andaði út á krossinum. Hetta forhangið var ímillum hitt heilagsta og hitt allar heilagsta. Sáttmálaørkin stóð inni í hinum allar heilagsta og tað var har, ið Guds nærvera var. Hin jødiski høvðuspresturin fór inn í hitt allar heilagsta einaferð um árið á Yom Kippur við offurblóðinum, fyri at gera fólkið sátt við Gud. Annars var atgongd strangliga bannað. Týdningurin av hesum er altso fyri hin kristna, at Jesus sum høvðusprestur og offurlamb, við síni tænastu og sínum blóði, nú hevur opnað vegin inn um forhangið til Guds nærveru. Hann er so at siga farin inn í hitt størra og fullkomnari templið – tað templið, sum bæði Tjaldtemplið og Sálomonstemplið vóru avmyndir av, nevniliga Himmalin. Templið er fyrst og fremst ein andligur bygningur. Tað er eitt stað til Guds nærveru og gudstænastu. Og tá ið man hyggur at bygninginum við kristologiskum brillum, sær man, at templið er og altíð hevur verið ein avmynd av hinum himmalska halgidóminum, har Jesus sjálvur er ævigur prestur og ævigt galdandi offur. Hini tímiligu templini peika altso á hin sanna og æviga halgidómin, nevniliga Himmalin. ”Tí at Kristus gekk ikki inn í halgidóm, gjørdan við hondum, avmynd av hinum sanna halgidómi, men inn í sjálvan himmalin, til tess nú at koma fram fyri ásjón Guðs fyri okkara skuld” (Hebr. 9,24). Djevulin. Djevulin, ella devulin, komið av grikskum Διάβολος "diabolos" (føroyskt: ákæri). Í Nýggja Testamenti sama vera sum í Gamla Testamenti verður nevnd Sátan. Orðið „djevul“ merkir ein, ið sigur óndar lygnir um ein annan. „Sátan“ merkir fíggindi ella mótstøðumaður. Soleiðis varð størsti fíggindi Guds nevndur. Í fyrstuni var hann ein fullkomin eingil hjá Gudi í himli. Men sum frá leið, fór hann at halda ov nógv um seg sjálvan og ynskti sær ta tilbiðjanina, sum bara Gud eigur at fáa (Matteus 4:8-10). Bíblunnar tala um Djevulin, "allar gerningar hans og allan atburð hans" tekur tað ónda í djúpum álvara. Hon avdúkar tað ónda uttan at demonisera menniskjuna. Og í hesum sambandi boðar evangeliið frá, at tað góða hevur sigrað á tí ónda við Jesusi Kristi. Í Bíbliuni eins væl og manna millum hevur tað ónda nógv nøvn. Djevulin, Sátan, Beelsibul, Antikrist, o.sfr. Felags fyri tey mongu nøvnini er tó sami týdningur: Tað ónda baktalar (Djevulin) sannleikan, tað syndrar (Sátan) tað góða, tað hersetur menniskju við sínum hervaldi (Beelsibul), og rænir ognir sum tað ikki eigur og noktar, at Jesus er Kristus (Antikrist). Tað ónda er sostatt til sum ein megi, ið týnir og leggur í oyði. Sálomon. Sálomon var kongur Ísraels árini 961-922 f. Kr.. Í Gamla Testamenti var Sálomon kongur í Ísrael, sonur Dávid kong og Batsebu, gitin fyri vísdóm, ríkidømi og veldi (1 Kong 1-11; 2 Krýn 1-9); hann bygdi fyrsta templið í Jerúsalem, hagar hann læt sáttmálaørkina flyta (1 Kong 6:1-8:11; 2 Krýn 3-5); hann hevur verið hildin at hava skrivað tríggjar av bókunum í Gamla Testamenti: Orðtøk Sálomons, Prædikaran og Hásongin. Nám Sálomon kongs eru kend úr Bíbliuni og eisini øðrum bókmentum og filmi. Kendasta bókin um leitanina eftir mámunun man vera "King Solomon's Mines", sum sir H. Rider Haggard skrivaði í 1887. Henda bók er grundarlag fyri gomlum filmi við sama heiti. Navnið. Av hebráiskum "Shelomoh", avleiðsla av navnorðinum "shalom" (føroyskt: "friður"), um grikska sniðið "Solomōn" (Σολομών). Sálomons tempul. Sálomon bygdi fyrsta jødatemplið í høvuðsstaðnum, Jerúsalem. Halgidómurin var 50 m. langur og 30 m. breiður. Sáttmálaørkin, sum var halgiskrin úr træ, stóð í halgidóminum. Í ørkini lógu tey tíggju boðini Gud gav Mósesi. 587 e. Kr. tóku bábylonar Jerúsalem og settu eld á templið. Alstahaug kommuna. Alstahaug kommuna er ein kommuna í Nordland fylki í Noregi. Sgt Pepper's Lonely Hearts Club Band (LP). "Sgt. Pepper's Lonely Hearts Club Band" er tann áttanda LP plátan hjá bretsku rock tónleikabólkinum The Beatles. Tað var plátufelagið Parlophone sum útgav plátunu hin 1. juni 1967. Plátan kom á ovastu rók á hittlistanum í Stórabretlandi og lá har í 23 fylgjandi vikur. Tað eru tey, sum vilja vera við, at Sgt Pepper er týdningarmesta plátan nakrantíð. Allir sangirnir eru skrivaðir av Lennon/McCartney um einki annað er viðmerkt. Magical Mystery Tour (EP). Í Onglandi komu sangirnir til Magical Mystery Tour filmin upprunaliga út á einari serligari dupult-EP. Allir sangirnir eru skrivaðir av Lennon/McCartney um einki annað er viðmerkt. The Beatles (fløga). Dupultplátan hjá The Beatles, ella hvíta plátan (enskt: "White Album"), sum hon bleiv kend millum manna, tí hon í eini tíð við marglittum og sprøklutum plátupermum bert var hvít. Beatlarnir vóru aftur her frammanfyri aðrar, tí aftaná Sgt Pepper's Lonely Hearts Club Band komu út ein ørgrynna av plátum hvør við meiri sprøklutari og marglittari permu enn onnur. Paul McCartney fekk hugskotið at ganga beint ímóti rákinum við hvítu permuni. Allir sangirnir eru skrivaðir av Lennon/McCartney um einki annað er viðmerkt. Yellow Submarine (LP). "Yellow Submarine" er tann tíggjunda LP-plátan hjá bretska rokk tónleikabólkinum The Beatles, hon kom út í januar 1969. Plátan inniheldur filmstónleik til animatiónsfilmin "Yellow Submarine". Plátan er tvídeild við popp-tónleiki og rokk frá The Beatles á síðu 1 og við klassiskum orkestur tónleiki av George Martin á síðu 2. Í 1966 varð avtala gjørd um at ein teknifilmur skuldi gerast við Beatlunum sum høvuðsleikarum. Filmurin skuldi byggja á Beatles sangir, sum longu vóru útkomnir og á nýskrivaðar. Beatlarnir vóru ikki serliga heitir fyri hesum hugskoti, tí teir høvdu áður verið við í teknifilmum gjørdir fyri amerikanskt sjónvarp í 1965, og dámdu als ikki teir filmarnar. Hugurin gjørdist tó betri, tá ið teir sóu, hvussu góður Yellow Submarine filmurin varð. Filmurin var frumsýndur í juni 1968, men tað tók meiri enn eitt hálvt ár, áðrenn plátan við filsmløgunum kom út, og tað er, saman við sannroyndini at produsarin George Martin átti helvtina av løgunum, ein høvuðsorsøk til, at plátan fekk heldur lunkaða móttøku og gjørdist einasta LP The Beatles góvu út í Bretlandi, sum ikki kom ovast á hittlistan. Allir sangirnir eru skrivaðir av Lennon/McCartney um einki annað er viðmerkt. Abbey Road (LP). Hetta er seinasta plátan Beatlarnir spældu inn. Let It Be, sum kom út í 1970, varð innspæld eitt hálvt ár undan Abbey Road. Allir sangirnir eru skrivaðir av Lennon/McCartney um einki annað er viðmerkt. Mynd. Myndin av Beatles á Abbey Road er helst ein hin kendasta nakrantíð. 9. august 2009 klokkan 10.35 eru fjøruti ár liðin, síðan hon varð tikin. Upprunaliga Abbey Road myndin er ein av átta myndum, sum er varðveitt. Talan var um eina røð av myndum, ið vóru tiknar henda fyrrapart fyri fjøruti árum síðan, men bert átta eru framvegis til. Teir fýra limirnir í Beatles, John Lennon, Ringo Starr, Paul McCartney og George Harrison, fóru úr upptøkuhølunum í Abbey Road 3 í London henda fyrrapart í 1969. Teir vóru júst lidnir at spæla inn tað, sum skuldi vísa seg at vera síðstu innspælingar, teir fýra gjørdu í felag. Á gøtuni uttanfyri stóð myndamaðurin Iain Macmillan (20. oktober 1938 - 8. mai 2006) til reiðar á einum lítlum palli, meðan ein løgreglumaður støðgaði ferðsluni. Í úti við fimtan minuttir gingu beatlarnir aftur og fram eftir gonguteiginum, meðan Macmillan tók myndir. Ein av hesum myndum gjørdist so forsíðan á einari av heimsins kendastu plátum. Let It Be (LP). Hóast Let It Be er seinasta plátan Beatlarnir góvu út, so er hon innspæld eitt lítið hálvt ár áðrenn Abbey Road, sum kom út á heysti í 1969. Allir sangirnir eru skrivaðir av Lennon/McCartney um einki annað er viðmerkt. Ringo Starr. Ringo Starr ("veruligt navn:" Richard Starkey) var føddur í Liverpool 7. juli í 1940. Blaðungur fór hann at spæla trummur, og tá ið rock and roll tónleikurin rakti Bretland vóru boð eftir trummusláarum. Júst sum hinir Beatlarnir fór Ringo til Hamburg í Týsklandi at spæla fyrst í 60'unum. Bólkurin hann spældi við í kallaðist Rory Storm and The Hurricanes. Til er upptøka av Ringo frá 1960, har hann spælir trummur á nøkrum sangum, sum ein, ið kallaðist Lu Walters sang. Millum sangirnar vóru bluesklassikarin hjá George Gershwin Summertime frá musikalini Porgy and Bess. - Hesi løg eru tó ongantíð útkomin alment, so tað elsta vit hava, har Ringo kann hoyrast handan trummurnar er upptøkurnar av Love Me Do og Besame Mucho frá 11. september 1962, ið komu út á Athology 1 fløguni hjá The Beatles í 1995. Ringo Starr hevur verið kallaður hin hepnasti maðurin í show-biz, tí hann kom við í The Beatles beint sum klárt var hjá teimum at fara á flog; men eingin væntaði nakað av honum reint tónleikligt, tá ið Beatlarnir góvust. Hann hevði tó nøkur stór hitt í 1971 - It Don't Come Easy - og í 1972 - Back Off Boogaloo - umframt tað sera væl móttiknu LP'ina Ringo frá 1973, sum John Lennon, Paul McCartney og George Harrison allir skrivaði sangir til og spældu við á. Nóa. Í Gamla Testamenti er Nóa (hebraiskt: "Nóaḥ") tíggjundi maður eftir Ádam; tá ið Gud læt syndaflóðina oyða alt lív á jørð, beyð hann Nóa, sum var rættvísur og gudrøkin í síni tíð, byggja eina ørk til at bjarga sær og minst einum pari av hvørjum djóraslagi undan deyða (1 Mós 7-8); eftir flóðina gjørdi Gud sáttmála við Nóa og eftirkomarar hansara um, at jørðin ongantíð aftur skuldi oyðast við vatnflóð, og ælabogin skuldi vera merki um sáttmálan (1 Mós 9:8-17). Av hebraiskum "Noach" (føroyskt: hvíld). Nóa í Islam. Tann muslimska koranin hevur eisini søguna um Nóa ella Nuh, sum hann eitur á arábiskum, og eisini har verður greitt frá manninum, sum eftir áheitan frá Guði bygdi eina ørk og bjargaði menniskjum og djórum undan einari oyðandi vatnflóð. Nuh er ein av teimum 25 monnunum, sum Islam metir sum profetar. Maria. Maria, við frábrigdum, er mest brúkta konufólkanavn í kristna heiminum; við hvørt hevur tað kortini verið hildið ov heilagt til fólkanavn, og tað man vera grundin til, at tað hevur verið lítið brúkt í Norðurlondum í miðøld. Fleiri kvinnur í Nýggja Testamenti og eitt ótal av halgikvinnum hava itið Maria; tann kendasta og tann, sum fyrst og fremst hevur gjørt navnið so umtókt, er sjálvandi Maria Moy, mamma Jesus; aðrar kvinnur í Nýggja Testamenti eru Maria Magdalena, sum Jesus rak sjey illar andar úr, og sum síðani fylgdi honum, og Maria úr Betánia, sum salvaði føturnar á Jesusi; fleiri dagar hava verið hildnir til minnis um ymiskar hendingar í lívinum hjá Mariu Moy, í Føroyum m.a. mariumessa um várið (25. mars) til minnis um at henni varð boðað, at hon skuldi bera Jesus í heim, mariumessa (15. august) til minnis um himmalferð hennara, og mariumessa um heystið (8. september) hildin sum føðingardagur hennara. Maria er vanligasta konufólkanavnið í Føroyum. Ádam. Ádam ella Ádómur er í Gamla Testamenti maður, ið Guð evnar úr mold og hann gerst ættfaðir alra menniskjunnar. Av hebraiskum "Adam" (føroyskt: menniskja), eisini "menniskjað", "mannaættin", møguliga leitt av navnorðinum "adamah mold". Eva. Í Gamla Testamenti evnaði Gud eina kvinnu úr einum rivjabeini hjá Ádami, og Ádam kallaði hana Evu, tí hon skuldi gerast ættmóðir at øllum menniskjum. Latínskt snið av hebraiskum "Chavvah"; merkingin er óviss, møguliga "livandi" ella "sum gevur lív". Ritbúnaður. Ritbúnaður eru øll forrit, sum geva telduni boð um, hvat ið hon skal gera. Teldan kann brúka ymiskan ritbúnað at greiða uppgávur so sum tekstviðgerð, gera myndir og loysa torførar støddfrøðiligar spurningar. Tólbúnaður. Tólbúnaður (enskt heitið: Computer hardware) er felagsheitið á øllum tólunum. T.d. eginteldur, farteldur og stórteldur, sum kunnu standa í einum kjallara, og sum eru í sambandi við nógvar verkstaðir. Tólbúnaður eru eisini prentarar, skíggjar og ljóslesarar. Iktus. Iktus (á grikskum: "ἰχθύς"), sum á griskum merkir fiskur, var eyðkennið hjá teimum fyrstu kristnu, og hevur verið brúkt av kristnum kring allan heimin líka til í dag. Fyrstu bókstavirnir í orðunum "Jesus Kristus, Guds sonur, frelsarin" gera grikska orðið ICHTYS. Fiskurin var tað loyniliga teknið hjá teimum fyrstu kristnu. Tey vórðu jagstrað og vóru tí noydd at gera sær slík tekin. Sjókúgv. Sjókúgv (frøðiheiti - "Sirenia") er súgdjór skylt fíli í hópinum. Livir í sjógvi el. vatni í hitalondum. Tvey sløg eru, annað slagið hevur heila sveiv, hitt sýlda. Sjókýr hevur ongan nátúrligan fígginda. Tær eta bert plantur og berjast ongantíð. Sjókýr kunnu gerast 60 ára gamlar. Sjókúgv hvílir seg um dagin og etur meginpartin av náttini. Hon heldur nógvan gang, tá ið hon etur. Har er ljóð av jaglandi tonnum og smaskandi kjafti. Sjókúgv hevur ongar framtenn, men bert tenn fram við kjálkunum. Hon oysir føðina upp við bøkslunum. Hon svimur spakuliga og etur sjógras. Sjókúgvin er einasta súgdjórið í havinum, ið etur gras. Sjókúgv grevur ofta í sandinum eftir rótum av sjógrasi. Sjókýr kálva bert ein kálv hvørt triðja ella fimta ár. Beint sum kálvurin er kalvaður, fer hann upp at anda fyrstu ferð. Hann er hjá mammuni upp í tvey ár, og hann krøkir seg til hennara ella hvílir seg á bakinum á henni. Sjókýr taka í bøkslini hvør á aðrari og kyssast, tá ið tær hittast. Tað eru tvey sløg av sjókúm; Tær við heilari sveiv og tær við sýldari sveiv. Sjókýr vóru í høvunum, tá ið dinosaurarnir livdu á jørðini. Rockall. Rockall, á føroyskum eisini kendur sum Rokkurin, er ein stórur steinur í Norðuratlantshavinum. Í 1887 fóru føroyingar fyri fyrstu ferð til fiskiskap við Rockall við egnum skipum. Pól Niklái Danielsen var skipari á 'Delfinini', hann rýmdi undan fiskaloysi í Føroyum til Rockall og var Delfinin sostatt fyrsta føroyska skip at fiska har á leiðini. Tó førdu fleiri føroyingar hetlendskar sluppir ið eisini fiskaðu við Rockall. Tann 6. august 1887 skrivar Dimmalætting: "Daniel Davidsen af Næs (Eysturoy), bedstemand på slup Delfinen, og Johan Mathias Petersen, fisker på skib Gauntlet, havde i forrige måned besteget klippen Rockall. Der fandtes en stor mængde søfugle, hovedsagelig lomvier og et mindre antal alker. Hver en plet på klippen, hvor der var plads for en rede, var besat." Fleiri føroyingar fóru upp á 'Rokkin' fylgjandi árini. Liðormur. Liðormur (frøðiheiti - "Annelida") er eitt djór. Liðormar forma eitt fylki (frøðiheiti: "phylum"). Teir eru t.d. reyðmaðkar, fjørumaðkar og blóðsúgvarar. Arara. Arara er ein býur í Brasil, sum liggur í landslutinum Paraíba, 467 metrar yvir havið, í landnyrðingspartinum av landinum. Býurin hevur eitt fólkatal á umleið 12.500. Søga. Tey fyrstu fólkini ið bygdu Arara var Kariri fólkið, sum er eitt av upprunafólkunum í Eysturbrasil. Har vuksu nógv "Schinopsis brasiliensis" trøð, hvørs viður var svartur. Økið var kent sum "Baraúnas das Araras" orsakað av tí stóru mongdini av arara pappageykum (arara á portugisiskum, macaw á enskum), sum hildu til har tll umleið 1860, tá presturin José Antônio Maria Ibiapina kom til økið frá Ceará. Hann hevði stóra ávirkan á Arara økið, hann setti eitt nú á stovn Santa Fé sanitarium tætt við har ið Arara býurin er í dag á jørð, sum Major Antônio José da Cunha hevði latið honum. Antônio José da Cunha majorur bygdi eisini tað fyrsta húsið har ið Arara býurin kom at vera, og var við til at menna býin til hann doyði sum 94 ára gamal í 1881. í 1876 hevði bygdin umleið 80 hús og 500 íbúgvar. Í 1937 og 38, tá Brasil bleiv býtt sundur av nýggjum, koma Arara at hoyra til Serraria kommunu. 1. desember 1961 gjørdist Arara sjálvstøðug kommuna, tað vóru fleiri fólk ið høvdu arbeitt framm ímóti hesum, eitt nú: Dr. Marinésio Moreno, Dr. Mário Moreno og Marísio da Cunha Moreno. Fólkafrøði. Sambært tí Brasilsku Hagtals og Jarðfrøðisstovuni (Brazilian Institute of Geography and Statistics, stytt IBGE) búðu 12.698 fólk í kommununi í 2008. Fólkatættleikin var 142,9 fólk/km². Í 2000 kunngjørdi IBGE hesi hagtøl um fólkasløgini í Arara býtt upp eftir húðaliti/uppruna: 7.109 Pardo (Brún) brasilsk fólk (61,66%), 4.033 hvít brasilsk fólk (34.98%), 350 afro-brasilsk (svørt) fólk (3,03%). Pardo var eitt heiti sum var nógv brúkt í 16. til 18. øld um fólk sum vóru av blandaðum uppruna, ofta blandaði av afro-brasilum, upprunabrasilum og hvítum sum vóru ættaði úr Evropa. IBGE brúkar hetta heiti um fólk av fleiri etniskum upprunum. Í fólkateljingum hevur Pardo ofta verið ein svarmøguleiki, tá fólk eru spurd um sín húðalit, men ikki altíð. Í 1940 var spurt, um fólk hildu seg vera hvít, svørt ella gul. Um tey ikki mettu seg at hoyra til nakran av hesum bólkum, so var ein strika sett ígjøgum hesar "lit-kassar", sum so kom at týða, at tey vóru "Pardo" (av blandaðum uppruna, ella brún). Í 1950 fólkateljingini var orðið Pardo ein valmøguleiki, tá fólk skuldu meta um sín uppruna/húðalit. Tað hevur víst seg, at við tíðini eru tað fleiri og fleiri sum siga seg hoyra til henda bólk, svørt vilja heldur kalla seg Pardo, og summi hvít fólk vilja eisini heldur siga seg hoyra til bólkin "Pardo". Í 1940 vóru tað 21,2% ið vóru bólkaði sum hoyrandi til pardo-bólkin og í 2000 var hesin bólkur vaksin til 38,5%. ESA. ESA ella Evropeisku rúmdarfelagsskapurin (ESA er stytting fyri: European Space Agency) er evropeiski rúmdarferðar- og rúmdargranskingarstovnurin. ESA arbeiðir við at menna fylgisveinar, og teir hava smíðað rakettina Ariane. Gerðar. Gerðar er býlingur í Klaksvík, uppi við Borðoyarvík. Bóndahúsini í Gerðum fórust tvær ferðir av skalvalopi, 12. mars, á grækarismessu, í 1745, tá 9 fólk doyðu, og aftur á grækarismessu í 1765, tá 20 fólk doyðu. Seinnu ferðina vórðu húsini ikki bygd aftur á sama stað men flutt longur oman í bøin. Damm. Damm er borðspæl, sum tvey leika. Borðið er ferhyrnt við 64 puntum, annarhvørt ljósur og annarhvør svørtur. Báðir leikarar hava 12 fólk, og leikað verður bara í svørtu puntunum. Tinganest. Bólkurin varð til fyrst í áttatiárunum við navninum TINGANEST, tó hevði ymisk manning myndað bólkar í Sørvági líka frá sekstiárunum, har Magnus, Jóan Jakku og Eivind vóru partar av. Seinni eisini í Danmark, har teir vóru í lestrarørðindum. Í 1983 kom fyrsta bandið út, og varð hetta band nógv spælt. Sangir sum "Upp á tá" og "Vágagellan" vóru og eru javnan enn at hoyra. Í 1984 kom annað bandið, og tað triða kom í 86. Bólkurin hevur verið við í øðrum prosjektum eisini, serliga Jóan Jakku hevur verið virkin í tónleikalívinum við soloútgávum og eisini saman við øðrum. Nýtt tilfar verður eisini at hoyra í komandi framtíð frá onkrum av limunum. Tinganest er enn virkið. Núverandi manning í Tinganest er: Finnur J. Jacobsen trummur áslottur og sang, Jóan Jakku Guttesen bass og sang, Holgar Jacobsen guitar, Magnus á Stongum guitar og sang. Tinganest hevur spælt á fleiri av føroysku tónleikafestivalunum og á øðrum konsertum runt um landið. Nevnast kann t.d., at Tinganest spældi á G-festivalinum 2009, Tinganest spældi á konsertini í Saltsiloini á Drelnesi í Suðuroynni 15. mai 2010, tvær vikur seinni spældu teir til dans á Seglloftinum á Tvøroyri. Tinganest spældi eisini á Summarfestivalinum í Klaksvík í august 2010. Jóan Jakku Guttesen. Jóan Jakku Guttesen er ein føroyskur komponistur, sangari og tónleikari. Hann spælir bass & akk. gittar. Jóan Jakku er m.a. kendur frá tónleikabólkinum Tinganest. Terji Messell. Terji Messell er føddur í Tórshavn. Hann er tónleikari og onnur helvtin í tónleikabólkinum. Dunst. Dunst er ein performancebólkur ið ger ymisk einkult og bólka performances/live shows uppá nógvar mátar. Land. Land (2008) er trija útgávan hjá tónleikabólkinum. Plátufelagið TUTL gav út. Suðurossetia. Suðurossetia (ossetiskt: "Хуссар Ирыстон"; russiskt: "Южная Осетия"; georgiskt: "სამხრეთ ოსეთი") er land í Kaukasus. Robert Peary. Robert Edwin Peary (6. mai 1856 - 20. februar 1920) var flotayvirmaður í USA, men gjørdi eisini fleiri pólrannsóknarferðir – við tí fyri eyga at koma á Norðurpólin. Tað lukkaðist honum 6. apríl 1909. Hann sigldi norður í íshavið við rannsóknarskipi sínum Roosevelt, har tað stóð fast í skrúvísi. Síðan helt hann leiðina fram við monnum sínum á hundasletu og skíðum. Eftir heimkomuna varð Peary útnevndur til kontraadmiral í amerikanska herflotanum. Skapanarlæra. Skapanarlæra er trúgvin uppá, at Guð skapaði heimin uppá 6 vanlig samdøgur fyri 6.000 - 10.000 árum síðan. Írski biskupurin James Ussher (4. januar 1581 – 21. mars 1656) helt seg kunna dagfesta skapanina til 23. oktober 4004 f.Kr. Fólk, ið trýr upp á skapanarlæru, heldur, at alt í Bíbliuni við denti løgdum á mósebøkurnar er sannleiki og veruligar hendingar. Skapanarlæra, sum vit kenna hana í dag (ungjarðarskapanarlæra), er sprottin frá adventistunum í USA í 1800-talinum, og síðan hevur læran breitt seg út og komið til aðrar evangeliskar kirkjur eftir 1960. Kristin skapanarlæra kom veruliga á politisku dagsskránna í USA í sjeytiárunum, tá konservativur kristindómur fekk vind í politisku seglini. Í dag siga umleið 40 % av amerikanarum seg trúgva, at jørðin er 6 000 ára gomul og skapað eftir seks døgum. 2% av amerikonskum náttúruvísindafólki trúgva tað sama, har ið støddfrøðingar og teldufrøðingar eru taldir uppí. Í nýggjari hami hevur skapanarlæran fingið heitið "intelligent design", ið merkir skynsom sniðgeving. Royndir hava verið í Amerika at fáa fingið "intelligent design" ístaðin fyri menningarlæru í almennum skúlum, men tað er ikki komið ígjøgnum, tí tað hevur verið mett at verið kristið og harvið ímóti amerikonsku grundlógini, viðvíkjandi skilnað millum kirkju og land. Dialogos. Dialogos er ein felagsskapur, sum arbeiðir fyri at lyfta samtaluna millum kristna trúgv og vísind í Føroyum uppá nýggjar, betri og áhugaverdari hæddir. Dialogos varð stovnað vegna eina misnøgd við hvussu vanliga verður tosað um vísind ímillum kristin í Føroyum. Faraday Institute for Science and Religion. Faraday Institute for Science and Religion er uppkallað eftir vísindamanninum Michael Faraday, ið livdi frá 1791 til 1867. Umframt at vera ein tann kendasti bretski vísindamaðurin fyri sítt arbeiði innan alis- og evnafrøði var hann eisini ein íðin kristin trúgvandi. Christians In Science. Christians In Science (CiS) er ein altjóða kristin felagsskapur ið serliga er ætlaður trúgvandi fólki, ið arbeiða innan vísind, men er eisini opin fyri tey, ið eru áhuga í trúgv og vísind. Scibel. Scibel (eitt orðaspæl við "science" og "bible") er ein bretskur felagskapur ið er sprottin úr arbeiðinum hjá Christians In Science (CiS), men vendir sær meir nágreiniliga til tað yngra ættarliðið. Við slagorðunum, "Hard questions - Real answers", hevur Scibel sum endamál at upplýsa ung um samanspælið ímillum vísind og trúgv, og at vísa á at hesi ikki eru í andsøgn. Týdningurin av hesum arbeiðinum sæst best í tí stuðlinum verkætlanin hevur fingið frá alskins felagskapum so sum frelsunarherinum, Youth With A Mission og Evangelical Alliance. R. J. Berry. R. J. Berry (Robert James "Sam" Berry, føddur í 1934) er ein vistfrøðiligur gengranskari, og professari á University College London. Berry er millum hægst virdu lívfrøðingarnar og genetikkararnar í Bretlandi. Hann hevur fingið Templeton UK Individual Award í 1996 fyri sítt "áhaldandi arbeiði fyri kristnari trúgv í einari vísindaligari tíð". Hann hevur verið formaður í Linnean Society, British Ecological Society, European Ecological Federation og Christians In Science (CiS), og hevur skriva nógvar bøkur um genetik, lívfrøði, økologi og um sambandi ímillum trúgv og vísind. Niels Henrik Gregersen. Niels Henrik Gregersen er ímillum teir fremstu teinkjararnar í næstu generatiónini av gudfrøðingum, sum serliga viðgera sambandið ímillum trúgv og vísindi. Hann las undir víðagitna týska gudfrøðinginum Wolfhart Pannenberg og hevur skrivað og ritstjórnað ein hóp av bókum um trúgv og vísind. Hann var við til at stovna International Society for Science and Religion og var í fleiri ár næstformaður í European Society for the Study of Science and Theology. Mumbai. Mumbai (; eisini kendur sum Bombay, ið var almenna navnið til 1995 er høvuðsstaður í indiska stakríkinum Maharashtra í Vesturindia. Í Mumbai býi búgva fleiri enn 12,5 mió. fólk, ið ger býin til størsta bý í India eftir fólkatalinum. Í stórbýarøkinum Mumbai búgva 18,5 milliónir, og um øll regiónin verður tald við, so kemur fólkatalið upp um 20 milliónir, ið ger Mumbai regiónina til ein av heimsins størstu stórbýum eftir fólkatalinum. Mumbai er ein týdningarmikil havnabýur. Býurin er á einari oyggj, upprunaliga tó á sjey oyggjum, ið nú eru bygdar saman. Mumbai liggur eystantil í India og hevur góða náttúruhavn. Býurin er eisini ríkasti býur í India. Uttan um býin eru stórar bummullarlundir, og í Mumbai eru fleiri spuna- og klædnavirki. Helmingurin av øllum fólkinum í Mumbai arbeiðir í klædnaídnaðinum. Jarðfrøði. Frá byrjan lá Mumbai á sjey oyggjum, ið vóru bundnar saman við einum av teimum fyrstu stóru verkfrøðingaverkætlanunum, ið guvernøruin William Hornby skipaði fyri frá 1782til 1784. Í 1838 vóru allar oyggjarnar knýttar saman. Veðurlag. Mumbai hevur tropiskt veðurlag. Ársmeðalhitin er knapt 27 °C. Lægsti skrásetti hitin í býnum er 7,4 °C frá 22. januar 1962. Hægst máldi hitin er 42 °C. Monsunregnið, ið er í tíðarskeiðnum juni - september, gevur ríkiligt av avfalli. Búskapur. Mumbai er ein av týdningarmiklastu býum í India um hugt verður at búskapinum - 16 % av øllum inntøkuskatti og 35 % av øllum ognarskatti, ið verður goldin í India, verður goldin í Mumbai. Søga. Tann fyrsta búsetingin í økinum, har ið Mumbai er í dag, fór fram umleið ár 600 f.Kr.. Økið hevði upprunaliga sjey oyggjar. Hesar hoyrdu til Maurya-ríkið í 3. øld f.Kr.. Tær sjey oyggjarnar vóru Bombay-oyggin, Parel, Mazagaon, Mahim, Colaba, Worli, og Old Woman's Island (eisini kend sum "Lítla Colaba"). Ítróttur. Krikket er tann best umtóktað ítróttargreinin í Mumbai. Fótbóltur er eisini væl dámt, og nógv fylgja við í ensku Premier League og FIFA World Cup. Mumbai City FC umboðar býin í Indisku Super League. Tvey lið umboða býin í I-League, tey eru Mumbai FC og Air-India. Rugby verður spælt á Bombay Gymkhana frá juni til november. Hvørt ár í februar er Mumbai vertur fyri hestaríðikapping, ið verður hildið á Mahalaxmi Racecourse. Ein onnur ríðikapping fer eisini fram í býnum í februar, tað er Mcdowell's Derby, ið verður hildin hjá Turf Club í Mumbai. Jólastjørnan. Jólastjørnan (2008) er eitt jólalag hjá tónleikabólkinum. Lá til ókeypis download á heimasíða teirra, jólin 2008. Lagið kan keypast á iTunes. Mike Huckabee. Michael Dale "Mike" Huckabee (f. 1955) er fyrrverandi guvernørur í Arkansas. Huckabee er føddur 24. august 1955 í Hope í Suðurarkansas. Hann er limur í Republikanska flokkinum. Hann er eisini baptistprestur og sjónvarpsvertur. Huckabee tók bachelorútbúgving á Ouachita Baptist University. Í 1974 giftist hann við Janet Huckabee. Huckabee er eisini rithøvundur og hevur skrivað sjey bøkur. Fyrsta bókin ' kom út í 1997. Hann býr nú í Little Rock í Arkansas. Hann sigur við sjónvarpið Fox News Channel, at hann fer ikki at royna at gerast valevni hjá Republikanarunum til forsetavalið 2012. Huckabee, sum er fyrrverandi guvernørur í statinum Arkansas, royndi seg, tá Republikanararnir skuldu finna eitt valevni til forsetavalið í 2008, men hann mátti lúta fyri John McCain. Avgerðin ger støðuna hjá Republikararunum enn truplari, tí veljarakanningarnar hava givið Demokratiskla forsetanum Barack Obama vind í seglini eftir at amerikanskar herdeildir tóku Osama bin Laden av døgum 2. mei 2011. Surrealisma. Surrealisma er eitt rák frá 1920-árunum, sum byggir á dýpdarsálarfrøðina hjá Sigmund Freud (1856-1939), og sum roynir at lata undirvitskuna sleppa framat, so at tað dreymakenda og tað skilaleysa í gerandisdegnum og í veruleikanum eisini sleppur framat. Elia. Elia (hebráiskt: אליהו, Eliyahu), sum er nevndur í Gamla Testamenti, var profetur og fór harðliga fram móti dýrkanini av teim gomlu gudunum, t.d. Baal. Hann kravdi, at ísraelsmenn bara dýrkaðu tann eina sanna Gud, Jehova. Í Kongabókini verður greitt frá, at Elia fór livandi til himmals. Elia profetur er ofta lýstur við einum ravni. Í einum óvanliga drúgvum turki beyð Guð Elia at fara til áarløk eystan fyri Jórdanánna. Og "Hvønn morgun komu ravnarnir við breyði til hansara og hvørt kvøld við kjøti; og hann drakk úr ánni". Móses. Móses (hebraiskt: "מֹשֶׁה", latín: "Moyses", grikskt: "Mωϋσῆς") var profeturin, ið førdi ísraelsfólk úr trældómi egypta og leiddi tað fram at tí lovaða landinum. Hann fekk tey tiggju boðini frá Guði og var lóggevi Ísraels. Móses er týdningarmesti persónurin í fimm teim fyrstu bókunum í Bíbliuni, sum umframt at verða nevndar Mósebøkurnar ella Tora, eisini verða nevndar Genesis (1.), Exodus (2.), Leviticus (3.), Numeri (4.), og Deuteronomium (5.). Vanliga varð sagt, at Móses skuldi hava skrivað, men granskarar halda tær vera settar saman av nógvum yngri tekstum. Í Gamla Testamenti er Móses átrúnaðarligur og verðsligur leiðari ísraelsfólksins; hann varð føddur í Egyptalandi, meðan ísraelsfólk dvaldist har í trældómi, men eftir boðum frá Guði og við hansara hjálp leiddi hann fólkið til lovaða landið Kánáan; sjálvur doyði Móses, áðrenn tey náddu Kánáan, men tá hevði hann nevnt Jósva til eftirmann sín; á Sinaifjalli tók hann ímóti teimum tíggju boðunum, sum gjørdust grundarlag undir átrúnaðarligu og verðsligu lógunum ísraelsfólksins. Eisini gav hann ísraelsfólki nógvar aðrar lógir og sameindi fólkið til eina tjóð, eftir boðum Guðs. Enn tann dag í dag halda jødarnir seg til hesar lógir, sum eisini fevna um tey tíggju boðini, ið eru av størsta týdningi fyri kristin. Hugtikin av undranarsomu hendingunum í lívi hansara, hava listafólk í øldir skapað stór listaverk. Navnauppruni. Av hebraiskum Mosheh um grikska sniðið Mōusēs (Μωυσής), helst upprunaliga úr egyptiskum, møguliga av navnorðinum mes, mesu 'sonur', sama rót sum seinni liður í nøvnum sum Tutmosis og Rameses 'føddur av (einum ávísum gudi)'; eisini tulkað at merkja 'drigin úr. Fyrstu árini. a>nni, fekk hon eyga á kurvina millum sevini og bað eina ternu fara eftir henni. Síðan læt dóttirin hann fostra upp hjá eini bróstmóður, ið Miriam hevði víst henni á, og sum í veruleikanum var mamma hansara. Patriarkarnir Ísakur, Jákup og Ábraham vóru forfedrar Mósesar. Tá ið hungursneyð hótti Kánáanland, fór abbasonur Ábrahams, Jákup, til Egyptalands við øllum húsi sínum. Summir søgufrøðingar halda, at hetta man hava verið í Nýggja egyptiska kongsdøminum frá um 1570 f.Kr., tá ið fleiri máttmiklir fáraoar hvør eftir annan ráddu fyri hesum stóra ríki. Sonur Jákups, Jósef, var høgt í metum í Egyptalandi, men so við og við vórðu ísraelsfólk alt meira kúgað. Bíblian greiðir frá, at Móses bjargaði teimum úr trældómi. Móses varð føddur í teirri tíðini í 1300 f.Kr., tá ið fárao hevði givið boð um, at øll nýfødd dreingjabørn hjá hebrearunum skuldu druknast. Foreldrini eru hebraisk, Jochebed og Amram. Móðirin fjaldi hann í tríggjar mánaðir, so legði hon hann í eina kurv og læt hann liggja eftir millum sevini við Nilánna í Egyptalandi. Dóttir fáraos fann barnið. Bíblian sigur, at hann græt, og hon blotnaði. Systir Mósesar, Miriam, ið var har í nánd og eygleiddi, fekk sagt, at hann kundi verða fostraður upp hjá hebreiskari konu. Kongsdóttirin játtaði, og systirin Miriam leyp av stað eftir mammuni. Á henda hátt kom Móses aftur til mammu sína og var hjá henni, til hann var nóg gamal at vera í kongsins hús. Tá ið hann var tilkomin, tók dóttir fáraos hann til sín og kallaði hann Móses, ið merkir “eg dró hann upp úr vatninum”. Móses var av ætt Levis, ið var triði sonur Jákups. Siðst í 1300 f.Kr. gjørdi fárao (helst Ramses II) av, at tað vóru ov nógvir hebrear í Egyptalandi og gav boð um, at øll teirra fyrstføddu dreingjabørn skuldu sláast í hel. Søgnin sigur, at Móses var hjá mammuni í uml. tvey ár, áðrenn dóttir fáraos tók hann aftur til sín. Móses var aldur upp og lærdur sum tað sømdi seg einum egyptiskum prinsi. Halgabók nevnir einki um hetta tíðarskeiðið; søgur hansara barnadagur eru at finna í Midrasj, eitt savn av jødiskum tekstum, ið vóru skrivaðir til tess at hjálpa lesaranum til at skilja Bíbliuna. Móses flýggjar til Midianlands. Móses skal hava verið síni fyrstu 40 ár í egyptisku hirðini. Tað verður hildið, at í hesum tíðarskeiði hevur hann fingið at vita, at hann var hebrei. Hetta kann vera orsøkin til, at hann drap egyptan, sum bardi hebraiskan mann. Móses flýddi síðan til Midianlands, útnyrðingsstrondina í dagsins Saudi-Arábia, at krógva seg fyri fárao, ið ætlaði at beina fyri honum. Nú var hann í Midianlandi tey næstu 40 árini. Ein dagin hvíldi Móses seg við ein brunn í Midianlandi. Tá komu eisini hagar døtur Jetros, ið var prestur har, eftir vatni. Nakrir hirðar komu framvið og ætlaðu at reka genturnar burtur, men Móses kom teimum til hjálpar. Síðan oysti hann teimum vatn upp í íløtini og gav dýrunum. Tá ið døturnar komu heim, greiddu tær faðir sínum, Jetro, frá um egyptiska mannin, sum kom teimum til hjálpar við brunnin. Jetro bað døturnar bjóða manninum heim sum tøkk fyri góðgerðina. Móses tók við innbjóðingini og varð búgvandi hjá Jetro. Síðan giftist Móses við einu dóttrini, Zapporu, og við henni fekk hann tveir synir. Hesa tíðina, meðan Móses var í Midianlandi, hevði ísraelsfólk tað ringt í Egyptalandi. Ein dagin, sum hann sat hjá seyði hjá verfaðirinum Jetro, sá hann ein runn standa í ljósum loga á Sinaifjalli (Hórebsfjalli). Tá ið Móses fór nærri at vita, hoyrdi hann Guðs rødd úr runninum, og hon segði, at hann mátti fara aftur til Egyptalands at hjálpa tjóð sínari, tí trælkaða jødisku ísraelsfólki. “Tú skalt føra tey út úr líðingunum”, greiddu Guð Mósesi frá, “til land, sum flýtur í hunangi og mjólk”. Tað var tað landið, ið fyrr varð lovað Ábrahami, sum var ættfaðir Mósesar. Guð opinberaði eisini navn sítt fyri Móses, tá ið hann segði “eg eri tann, sum eg eri”, ella á hebraiskum יהוה (JHVH, Jahve ella Jehova), Guð feðra hansara. Guð beyð honum at fara aftur til Egyptalands og fría fólkið, men Móses bønaði Guð at senda onkran annan, tí hann var so tungdur fyri málinum. Tá ilskaðist harrin og bað Móses fáa sær bróðurin Áron til talsmann. Síðan búði hann seg til við øllum húski sínum og fór til Egyptalands. Har hitti hann Áron aftur. Tær tíggju plágurnar. Við boðum frá Guði fóru Móses og bróðirin Áron til Egyptalands at biðja fárao loysa ísraelsfólk úr trældómi. Fyrsti fundurin millum Áron, Móses og fárao gav einki úrslit. Aðru ferð vildi fárao síggja okkurt tekin. Áron tveitti stavin, og hann gjørdist til ein orm. Gandakallur fáraos gjørdu tað sama, men ormur Árons gloypti teimum. Men fárao vildi framvegis ikki loyva ísraelsfólki at fara. Dagin eftir kom Móses aftur og brúkti sama stav at gera vatnið í Níl til blóð, men heldur ikki hetta viðaki fárao. Tá ið fárao noktaði, sendi Guð egyptum tíggju plágur. Fyrst gjørdist vatnið í Níl til blóð, síðan komu óteljandi mongdir av mýggjabitum, bitflugum og froskum. Síðan komu fenaðardrepsótt, heglingur, myrkur, kýlasótt og ongsprettur. Tíggjunda plágan var tann ræðuligasta: øll frumborin í Egyptalandi skuldu doyggja, eisini bæði dýr og børn. Undan tíggindu pláguni hevði Guð sagt Mósesi, hvat ísraelsfólk skuldu gera. Hvørt húski skuldi ofra lamb og smyrja blóðið á duratræ og durastavir. Síðan skuldu tey steikja kjøtið væl og eta tað aftur við ósúrgarðum breyði og beiskum urtum. Máltíðina skuldu tey njóta ferðabúgvin við stavi í hendi. Tá ið frumbornu egyptisku børnini vórðu dripin, leyp oyðandi eingil Guðs húsini hjá ísraelsfólki um. Blóðið av lambinum var bjargingin. Hesin tilburðurin er upprunin til jødisku páskahátíðina Pezach. Tá náttina, tá ið tíggunda plágan kom, gav fárao Ároni og Mósesi boð um at savna fólkið og rýma úr Egyptalandi. Ísraelsfólk tóku so síni ósúrgaðu breyð, fingu sær klæðini og tóku við sær egyptisku silvur- og gullgripirnar, so sum Móses hevði sagt. Ísraelsfólk fóru so til gongu úr landinum við øllum fenaðinum. Halgabók sigur, at í tali vóru tey “okkurt um seks hundrað túsund menn, umframt konur og børn”. Ígjøgnum Reyðahav. Móses leiðir fólkið úr Egyptalandi ígjøgnum Reyðahavið. So slapp ísraelsfólk avstað, og tey flýddu eystureftir til Kánáanland (lovaða landið, Ísrael). Hetta var byrjanin til tann stóra flóttan úr Egyptalandi. Móses skipaði fyri øllum eftir Guðs boðum. Tá ið fárao frætti, at ísraelsfólk vóru farin úr landinum, broytti hann støðu og sendi herin eftir teimum. Men Guð førdi Móses og fólkið gjøgnum oyðuna. Um dagin gingu tey eftir skýstólpa og um náttina eftir eldstólpa. Móses førdi tey gjøgnum oyðimørkina til tað, sum verður hildið at vera Reyðahav. Egyptiski herurin elti tey, tí fárao iðraði seg nú um at missa allar sínar jødisku trælir. Tá ið tey koma til havið, rætti Móses hondina út, og á undursaman hátt skilti vatnið seg sundur. Ísraelsfólk gekk turrskøtt yvirum, men tá ið egyptar ætlaðu sær aftaná, rætti Móses aftur hondina út, og nú floymandi vatnið innaftur. Bíblian sigur, at allur herurin druknaði. Tá ið ísraelsfólk vóru komin yvirum í øllum góðum, skipaði Miriam, systir Mósesar, fyri hátíðarhaldinum. Miriam var profetkona og høgt í metum. Hon tók tá eina trummu í hond og dansaði og sang, og allur kvinnurnar tóku undir við henni, tá ið hon skipaði og kvað. Á longu leiðini til Kánáanlands troyttaðust ísraelsfólk av oyðimørkini og gramdu seg fyri Mósesi. Við einum undri fekk Móses tað beiska vatnið í einari oasu at smakka væl, men svongdin nívdi eisini. So sendi Guð teimum manna og lynghønur at eta. Manna-kornið fall á jørðina eins og døgg, og hugsanin um hetta breyð av himni hugtók m.a. mangan listamannin í renesansutíðini. Tað var sera tvørligt hjá ísraelsfólki at koma ígjøgnum oyðimørkina, og Móses fekk seg mangan royndan. Tá ið tey høvdu fingið manna av himni, fóru tey aftur at gremja seg um, at einki vatn var. Móses vendi sær til Guð, og málið varð loyst við undirsamari hending. Vatnið, sum vellir úr klettinum gjørdist enn eitt vældámt evni í listini. Móses fær lógir Guðs. a>) sýnir Móses grýta talvurnar frá sær. Hendingarnar á Sinaifjalli í Egyptalandi eru millum tær týdningarmestu í lívi Mósesar. Í frásøgnini um tilburðirnar leggur Bíblian stóran dent á týdningin, ið hann, sum eisini var profetur, hevði í tí, sum fór fram. Tað var bara hann, ið kundi tala beinleiðis við Guð og bera fólkinum tey guddómligu boðini. Tey tíggju boðini voru rist á tvær steintalvur, sum vóru løgtalvurnar. Harumframt fekk Móses nógvar aðrar lógir, sum eru nevndar sáttmálabókin. Bíblian greiðir frá, at ísraelsfólk høvdu reikað um í oyðimørkini í tríggjar mánaðir, tá ið tey fingu sær legu undir Sinaifjalli. Tað var heilaga fjall Guðs, við hvørt nevnt Hóreb. Fjallið eitur í dag Jebel Musa, t.e. fjall Mósesar á arábiskum. Tá ið Móses fór niðan á fjallið, segði Guð honum, at hann kom aftur um tríggjar dagar. Triðja dagin fjaldi stórt skýggj Sinaifjall, og toran gekk, og snarljósini skygdu. Síðan hvøll lúðraljóð, og fólkið skalv av ræðslu. Tá ið Móses fór upp aftur á fjallið, gav Guð honum tey tíggju boðini at bera fólkinum. Síðan gav hann Mósesi nógvar aðrar lógir, sum ísraelsfólk skuldu lýða. Tað vóru reglur at ganga eftir í vanliga lívinum, og tær hava framvegis stóran týdning fyri jødar. Fólkið tilbiður gullkálvin. Tá ið Móses fekk lógirnar frá Guði, var hann á Sinaifjalli í 40 dagar, men fólkið kendi ongan frið á sær og vendi aftur til heiðinskapin. Tey bóðu Áron gera ein gud, ið kundi leiða tey víðari, og hann læt stoypa ein gullkálv av gripum teirra. Tá ið fólkið sló ring um avgudin, gjørdist Guð vreiður og beyð Mósesi at fara oman aftur til fólkið. Móses bað Guð fyrigeva fólkinum og ikki lata vreiðina ganga út yvir tey, ið høvdu brotið boðið “tú mást ikki gera tær skurðgud”. Tá ið Móses sá fólkið dansa um gullkálvin, varð hann so rúkandi óður, at han smildraði løgtalvurnar sundur. Síðan hirdi hann gullkálvin í eldin og muldi hann í dust, rørdi tað út í vatnið og læt ísraelsfólk drekka. Seinni beyð Guð honum at gera tvær nýggjar steintalvur líkar teim fyrru. Tá ið Móses hitti harran á øðrum sinni á Sinaifjalli, ritaði Guð tey tíggju boðini á nýggju talvurnar. Deyði Mósesar. Ísraelsfólk høvdu reikað um í oyðimørkini í næstan 40 ár, tá ið tey komu at Jórdanánni. Móses, ið nú var 120 ára gamal, visti, at hann fór ikki at føra fólkið um ánna og inn í tað lovaða landið Ísrael. Tá ið hann hevði skrivað alt, sum Guð hevði boðið honum, savnaði hann fólkið saman. Hann beyð teimum farvæl og ávaraði tey um, at onkuntíð mundu tey fara frá Guði. Síðan kvæð hann lovkvæði fyri teimum og vælsignaði ættir Ísraels. So fór hann niðan á fjallið Nebo, haðan hann sá inn í tað lovaða landið, og har uppi doyði hann. Áðrenn hann doyði, valdi Móses Jósva til sín myndiga eftirmann, og Guð setti hann at leiða fólkið inn í tað lovaða landið. Móses valdi sær eisini ein mann úr hvørjari av teim 12 ættum Ísraels at kanna Kánáanland, ið Guð hevði lovað teimum. Teir vóru sendir at vita, hvussu landið, fólkið og jørðin vóru. Tá ið teir komu aftur, søgdu teir, at landið fleyt í mjólk og hunangi, og vístu fram ávøksturin, teir høvdu aftur við sær. Guð segði við Móses “nú havi eg latið teg líta at tí við egnum eygum, men yvir hagar skal tú ikki koma”. Móses fór tá niðan á fjallið Nebo, og Guð læt hann síggja inn í landið. Síðan doyði Móses uppi á Nebofjallinum. Aðrir átrúnaðir. Muslimsk mynd úr 15. øld sýnir Musa (Móses). Koranin, heilaga bókin hjá muslimum, sigur frá um Musa (Móses), og samráðingar hansara við fárao. Jødar nevna hesar Mósebøkur Tora ella lógin. Tær verða eisini umtalaðar sum Pentateuken, t.e. fimm skriftrullur. Popplist 7. Á Popplist 7 (2008) eru 19 løg. Tað eru 3ARIN og plátufelagið Tutl, sum hava givið Popplist 7 út. Grótføroyskt. Grótføroyskt (1998) er rock/pop-fløga. 12 føroyskir rock/popp tónleikabólkar eru á Grótføroyskt: Encounter galaxy, Grønt fót slím, Happy?, Hatespeech, Myrkt, Life, Diatribes, iIIi, Siesta, Z-free og Visible Fish. TUTL 2000. TUTL 2000 (2000) er rock/pop-fløga, sum er útgivin av Tutl. Saint Augustine. Saint Augustine er ein býur í lutstatinum Florida í USA. Býurin liggur við Atlantshavið og hevði í 2019 umleið 15 túsund íbugvar. Søga. Castillo de San Marco, Saint Augustine Saint Augustine varð grundlagdur í 1565 og er harvið eldsti býurin í Amerika. Hillsong. Hillsong er kirkja í Sydney. Tónleikur hennara við greiðum kristnum boðskapi er kendur um allan heimin og verður sendur á fleiri sjónvarpsstøðum. Millum aðrar sendir TV Visjon Norge tíðum henda tónleik. Hillsong rørslan hevur sín uppruna í Sydney í Avstralia. Á Youtube liggja meira enn 60 klipp við sangi og tónleiki frá Hillsong, og fleiri teirra hava sera høg vitjanartøl. "With All I Am" hevur verið sæddur meira enn fýra milliónir ferðir í tey tvey árini, hann hevur verið atkomuligur á Youtube. "All I Need Is You" er vístur 2,3 milliónir ferðir og "I Will Run To You" 1,5 milliónir ferðir. Sangirnir liggja í fleiri ymsum útgávum og kunnu tí vera sæddir uppaftur oftari, um lagt verður saman. Hillsong samkomur eru eisini í Kiev í Ukraina, Stockholm í Svøríki, London í Bretlandi, Cape Town í Suðurafrika og sjálvandi eisini í Sydney í Avstralia, har rørslan av fyrstan tíð byrjaði. Kyushu. Kyushu (japanskt: 九州 ella "Kyūshū") er syðsta av teimum fýra høvuðsoyggjunum í Japan. Oyggin er fjallalendi, og á gosfjallinum Aso er eitt av størstu gosopum í heiminum. Tað býr ikki so nógv fólk á nakrari aðrari oyggj í Japan enn á Kyushu. Samband er við Honsku ígjøgnum undirsjóvartunnil undir Shimonosekisundi. Í tí subtropiska veðurlagnum á Kyushu vaksa nógvar litfagrar plantur. Jósef, fosturfaðir Jesu. Í Nýggja Testamenti er træsmiðurin Jósef (hebraiskt: יוֹסֵף) maður Mariu Moy og fosturpápi Jesus. Hann var ættaður niður frá Dávidi kongi og hevði vissuliga umsorgan fyri Jesusi, eins og átti hann hann sjálvur. Jósef starvaðist sum lítillátin smiður. Jóhannes Doyparin. Í Nýggja Testamenti er Jóhannes Doyparin (hebraiskt: יוחנן המטביל) undanmaður hjá Jesusi; hann prædikar umvending í oyðimørkini, boðar at Jesus skal koma og doypir mong, eisini Jesus, í ánni Jórdan. Jóhannes var sonur Elisabet, ið var systkinabarn Mariu Moy. Foreldur hansara fingu at vita frá Gabriel høvuðseingil, at hann skuldi gerast profetur. Hann fór út í oyðimørkina í Júdea og livdi av ongsprettum og villum hunangi. Og har fór hann undir at doypa fólk og segði, at hann var boðberi fyri ein, ið er nógv sterkari enn hann sjálvur. Jóhannes meinti við Jesus, sum hann helt vera hin rætta at doypa seg. Føðing Jóhannesar. Tá ið Heródes var kongur í Júdea, var har ein prestur, sum æt Sakarias. Kona hansara æt Elisabet og var av Árons ætt. Tey vóru bæði gudrøkin og royndu at liva eftir Guds boðum. Sakarias og Elisabet vóru væl til aldurs og áttu eingi børn. Einaferð, meðan Sakarias var í templinum og bar fram roykilsisoffrið, sá hann ein eingil frá Gudi standa høgrumegin altarið. Sakariasi varð dátt við hesi sjón; men eingilin segði: Óttast ikki, Sakarias, tí at bøn tín er hoyrd, og Elisabet, kona tín, skal føða tær ein son, og tú skalt lata hann eita Jóhannes. Hann skal vera mikil fyri eygum Harrans. Vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og alt frá moðurlívi skal hann fyllast av heilagum anda. Sjálvur skal hann ganga undan fyri ásjón hansara í anda og kraft Elia, til tess at vinna Harranum eitt vælbúgvið fólk. Hvussu skal eg vita hetta vist? Tí eg eri ein gamal maður, og kona mín er komin væl til aldurs? Spurdi Sakarias. Eingilin svaraði honum og segði: Eg eri Gabriel, sum standi fyri andliti Guds, og eg eri sendur út at bera tær hesi gleðiboðini. Tú skalt verða málleysur og ikki fáa talað inntil tann dag, tá ið hetta hendir, afturfyri at tú trúði ikki orðum mínum. Tey, sum sótu uttanfyri og bíðaðu, meðan Sakarias var inni í templinum, ótolnaðust, og tey skiltu ikki, at Sakarias var so leingi í templinum. Tá ið hann kom út aftur, fekk hann ikki talað, men gjørdi tekin í staðin fyri at lýsa signingina. Tá skiltu tey, at hann mundi hava havt eina sjón, og tey undraðust. Sonurin, sum eingilin hevði boðað Sakarias frá, var nú komin. Grannar og frændur komu at vitja og gleðast saman við teimum. Átta dagir eftir tað, at barnið var føtt, komu teir at umskera barnið og geva tí navn. Teir ætlaðu, at tað skuldi eita Sakarias eftir faðir sínum; men Elisabet segði: “Hann skal eita Jóhannes”. Hetta hildu teir vera løgið, tí eingin í ættini æt Jóhannes. Teir spurdu Sakarias, hvussu hann vildi barnið skuldi eita. Sakarias gjørdi tekin at fáa eina talvu, og tá ið hann fekk talvuna, skrivaði hann: “Jóhannes er navn hansara”. Í somu stund fekk Sakarias málið aftur, og hann lovaði Gudi. Barnið vaks og varð sterkt í andanum; og hann var í oyðimørkini, til hann steig fram fyri Ísrael. Gabriel. Gabriel verður vanliga myndaður við vøkrum veingjum. Høvuðseingilin Gabriel (hebraiskt: "גַּבְרִיאֵל", grikskt: "Γαβριήλ" ella "Gabriēl") er sendiboð Guðs og boðar frá føðingum Jesusar. Frammanundan hevði hann boðað frá, at Jóhannes Doyparin skuldi verða føddur. Gabriel er eisini nevndur í Gamla Testamenti, har hann leggur út sjónir Dánjals profets. Hann verður hámettur av bæði jødum og muslimum. Í halgu bók muslimanna, Koranini, boðar Gabriel Muhammedi frá, at hann skal vera Guðs sendiboð á jørð. Gudstænasta. Gudstænasta er kristin samkoma ella felags gudsdyrkan sum fer fram eftir fastari skipan, vanl. við sálmasangi, bøn, prædiku o.s.fr. sum prestur stendur fyri. Til gudstænastuna koma fólk at hoyra Harrans orð verða boðað, at halda bøn og at syngja Gudi lovsong t.e. takkarsong. Eisini fer fram dópur og tann heilaga kvøldmáltíð (altargangur). Hvønn sunnudag og halgidag er gudstænasta í kirkjuni. Ofta lesur deknurin lestur, tí presturin hevur meira enn bara ein kirkju. Fariseararnir. Fariseararnir vóru tann størsti trúarflokkurin á Jesu døgum. Teir hildu seg so strangliga til jødadómin, at teir ofta minstu ta sonnu meiningina burtur. Nógvastaðni í evangeliunum skiftir Jesus orð við fariseararnar og kallar teir hyklarar, tí teir eru so sjálvrættvísir. Farisearnir stóðu ofta ímóti Jesusi, og einaferð royndu teir at seta hann fastan í orðum. Teir spurdu hann, um tað var rætt av einum, ið var lýðin Guðs lóg, eisini at ganga eftir ríksins lógum og gjalda skatt. Jesus svaraði og bað teir vísa sær ein penga, ið keisarans mynd stóð á. Síðan segði hann: “Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!”. Longst sum best. Longst sum best (2004) er "best of" útgávan hjá Tinganest, ein uppsamlingsfløga við teim bestu sangunum av teimum fyrru útgávunum. Nú Má Tað Vera. Nú Má Tað Vera (1986) er annað kassetuband hjá Tinganest. Upp á Tá. Upp á tá (1983) er fyrsta kassetubandið, sum Tinganest gav út. Nordre Land kommuna. Nordre Land kommuna er ein kommuna í Innlandet fylki í Noregi. Í suðri hevur Nordre Land mark við Søndre Land, í norðri við Nord-Aurdal og Gausdal, í vestri við Sør-Aurdal og Etnedal, og eystri við Lillehammer og Gjøvik. Høvuðsstaðurin í Nordre Land kommunu er Dokka. Páll Poulsen. Páll Poulsen er ein føroyskur rithøvundur føddur 1962. Søndre Land kommuna. Søndre Land kommuna er ein kommuna í Innlandet fylke í Noregi. Í suðri hevur Søndre Land mark við Gran og Ringerike, í norðri við Nordre Land og Gjøvik, í vestri við Sør-Aurdal, og eystri við Vestre Toten. Betri pensjón. Betri pensjón er eftirlønar- og lívstryggingarfelag, ið varð stovnað í 2007. Betri pensjón er átt og stovnað av TF-Holding, sum eisini eigur f. 8 fólk starvast á Betri pensjón. Stjóri er Mortan Poulsen. Trygd. Trygd er eitt nútímans tryggingarfelag undir BankNordik samtakinum. Trygd varð stovnað  í 1932 og er harvið elsta tryggingarfelag í landinum. Í 54 ár kundi Trygd tó ikki selja tryggingar, tí einkarrættur var á føroyska tryggingarmarknaðinum frá 1943 til 1. januar 1997, tá hann varð tikin av. Tá einkarrætturin varð tikin av, setti Føroya Banki nýggjan pening í felagið, og 2. februar 1998 fór Trygd aftur undir at selja tryggingar; í fyrstu atløgu familju- og sethúsatryggingar. Síðani er útboðið av tryggingum alsamt víðkað, og í dag bjóðar Trygd flestallar skaðatryggingar til privat viðskiftafólk og til føroyska vinnulívið. Stjóri í Trygd er Janus Thomsen og nevndarforkvinna er Turið Finnbogadóttir Arge. Betesda. Betesda er brøðrasamkoma í Klaksvík. University of Notre Dame. University of Notre Dame í Indiana er eitt víðagitið katólskt universitet. Kolubrand. Kolubrand er ein blóðproppur. Sum oftast fær man kolubrand í fótin og armin. Tað sum hendur er, at aðranar verða stigvís tiptar. T.v.s at einki blóð kemur til hetta staðið har blóðproppurin er, t.d. fótin. Ì byrjani hevur man pínu í beininum, tá ið man gongur. Tað fer vekk aftur, tá ið man stendur stillur. So við og við verur pínan verri. Og pínan verur eisini har, tá ið man er í frið. Ejler Djurhuus. Ejler Djurhuus er føddur á Tvøroyri 5. oktobur 1926. Hann er sonur Margrethu og Kristian Djurhuus. Hann er fyrrverandi sýslumaður, og hevur virkað í Lions Club, har hann millum annað var ein av stovnumonnunum av Lions Club Suðuroy í 1986. Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag. Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag (Klh) var stovnað 6. apríl 1959 og hevur heimstað í Tórshavn. Formaður er Uni Næs, prestur úr Fuglafirði. Limaskapur. Felagið skrivar (seinast í mars 2011) at tey hava gott 1.200 limir. Aldursmark fyri limir er 14 ár. Likka. Likka (frøðiheiti - "Larus fuscus") er mási við grásvørtum baki og gulum fótum. Likka sæst allastaðni við føroysku strondina. Á sand, hellu, í ósa og við húsa leitar likkan eftir onkrum etandi. Likkan er hvít umhálsin og kroppin. Ovari partur er grásvartur. Beinini eru gul eins og nevið. Reyður blettur er á undurnevinum og krókur á yvirnevinum. Likkan hevur vakurt vakstralag. Veingirnir eru langir, og tá ið hon situr, koma teir um velið. Terna. Terna (frøðiheiti - "Sternidae") eigur á lágum og nesjum og á hólmum í sjógvi ella vøtnum. Summi ár eigur hon eitt sindur oman fyri bøgarðarnar; men annað ár sæst hon ikki har. Tú finnur ternureiður líka frá strondini og upp undir fjøllini út móti havinum. Ternuni dámar best nærindis sjónum. Ikki er vítt um, har ternurnar eiga. Reiðrini liggja so tøtt, at tú mást ansa tær, at tú ikki traðkar í tey. Ternan er ikki nógv størri enn smáfuglur. Teir longu, smølu veingirnir og tað langa sýlda velið gera, at ternan býður sær meira út. Hon er svørt um nakkan og skallan og hevur reytt nev; beinini eru kløn og reyð. Ternan kemur til Føroya um halvarðsøku, ið er 15. mai. Seinast í mai og fyrst í juni verpur ternan 2 egg, viðhvørt 3. Klekingartíðin er um 3 vikur. Ternan verjir væl reiður sítt. Kemur onkur nær, skjýtur hon seg við nógvari ferð niður úr luftini, men kemur ránsfuglur, flykkjast nógvar ternur uttan um hann og reka hann harðliga burtur. Liturin verjir ternuna væl um onkur kemur nær, og hon skal krógva seg í grasinum. Jómfrúhummari. Jómfrúhummarin (frøðiheiti - "Nephrops norvegicus") heldur til innansyndis. Á morubotni, har heldur djúpt er, gravar hann sær holur. Jomfrúhummarin er reydligur. Kroppurin verður skiftur í framkropp og afturkropp. Á høvdinum eru samansett eygu ið sita á stelkum, og tvey pør av kampum. Kjafturin hevur fleiri kjaftlimir. Summir limir vera nýttir at kanna føðsluna við, summir at halda føðsluni og aðrir at tyggja við. Á framkroppinum eru 10 bein. Trý fremstu pørini hava bitklógv. Um framkroppin og høvdið er hørð skel, sum er fest á bakið, og hongur niður við báum liðum. Undir skelini báðumegin eru táknur. Bakkroppurin er í 7 liðum. Aftasti liður eitur sundbløkan. Hummarin svimur á tann hátt, at hann slær sundbløkuna upp undir seg; men tá svimur hann aftureftir. Eins og krabbar skiftir ham. Sum ungur skiftir hann fleiri ferðir um árið. Seinni bara annahvørt ár. Fyrst rivnar skelin á bakinum, og dýrið krýpur úr haminum. Fyrstu tíðina eftir hamskiftið er hummarin illa fyri. Hann er ikki førur fyri at standa á beinunum. Føroya Lívstrygging. Føroya Lívstrygging - ella bara Lív - varð sett á stovn 1. januar 1967. Føroya Lívstrygging er tryggingarfelag, ið selur eftirlønar- og lívstryggingar til føroyingar. Lív heldur til í Quillingsgarði í Havn. Stjóri í felagnum er Tummas Eliasen. Søga. Frá stovnan og fram til 1998 hevði Føroya Lívstrygging tætt tilknýti til Tryggingarfelagið Føroyar, ella Tryggingarsambandið, sum tað kallaðist tá, og feløgini høvdu somu stjórn og nevnd. Hetta hóast Føroya Lívstrygging síðan byrjan hevur verið sjálvstøðugur stovnur. Síðan 1998 er hetta tilknýtið minkað niður í nærum einki, og stjórn og nevnd eru sett fyri P/F Føroya Lívstrygging. 1. januar 2000 varð Føroya Lívstrygging umskipað til partafelag. Í 2007 fekk Lív kapping frá Tryggingarfelagnum Føroyar, ið fór undir eftirlønar og lívstryggingar virksemi við felagnum Betri pensjón. Kreppa. Ein kreppa (latín: "crisis") er tað sum á donskum verður kallað "krisa". Ein kreppa er ein lýsing av eini broytanarstøðu í samband við eitt umskifti. Kreppa kann brúkast um nógv viðurskifti, men er serliga kent í Føroyum fyri at lýsa støðuna seinast í 1980-árunum og byrjanina av 90-árunum - vanliga kalla "kreppan" ella Kreppan í 80'unum. Hans von Aachen. Hans von Aachen (1552, Køln - 4. mars 1615, Prag) var týskur manneristiskur málari. Navn hansara stavar frá føðistað faðirs hansara, Aachen í Týsklandi. Aðrar variatiónir eru, millum annað, "Johann von" - og - "von Aachen", og onnur stavilsi, so sum "Janachen", "Fanachen", "Abak", "Jean Dac", "Aquano", "van Aken" o.s.fr. Hans von Aachen byrjaði at mála í Týsklandi, sum næmingur hjá flamska meistaranum E. Jerrigh. Í 1574 flutti hann til Italia, fyri at lesa víðari. Hann ferðaist til Róm og Firenze, men stegaði í Venesia. Hann gjørdist fyrst næmingur hjá Kaspar Rems, men gjørdi skjótt av, at útvikla sín egna manneristiska arbeiðshátt, við at hyggja at fylgjusveinum hjá Tintoretto og Michelangelo. Gjøgnum alla lívstíð sína, fekk hann tó íblástur frá stílunum hjá Bartholomeus Spranger og Hendrick Goltzius, ið høvdu størstu ávirkan á týska listarmentan í hesi tíð. Hann kom aftur til Týsklands í 1588, har hann gjørdist kendur sum málari av andlitsmyndum av hábornum húskum. Hann málaði fleiri verk fyri Wilhelm V, hertoga av Bayern. Hann giftist Reginum, dóttir tónasmiðin Orlando di Lasso í München. Í München fekk hann samband við keisarhovið í Prag. Í 1592 var hann útnevndur málari fyri Heilaga rómverska keisaran, Rudolf II. Hóast hetta flutti hann ikki til Prag fyrr enn í 1601, har hann helt framm við at mála fyri keisaran, ið eisini útnevndi hann til riddara í 1605. Hans helt framm við at arbeiða undir næsta keisaranum, Matthias I. Millum næmingar Hans von Aachens vóru Peter Isaac og Joseph Heinz. Verk hansara eru vorðin endurgivin av Wolfgang Kilian, Dominicus Custos, og Jan Sadeler. Fjarðafestivalurin. Fjarðafestivalurin er heitið á kristiligari tónleikastevnu, ið er í og uttan um samkomuhúsið Kelduna í Skálafirði. Festivalurin varð fyrstu ferð hildin í august 2006. Í 2009, tá fjarðafestivalurin hevði nøkur ár á baki, var festivalurin fluttur fram til at vera 5. - 7. juni. Undanfarnu árini hevur festivalurin verið seint á sumri. Bæði føroyskir, norðurlendskir og altjóða kendir kristiligir tónleikabólkar hava framført á fjarðafestivalinum. Í 2012 varð ongin Fjarðafestivalur fyriskipaður. Fyrireikararnir boðaðu frá, at teir roknaðu við, at teir fóru at skipa fyri einum líknandi tónleikafestivali í 2013, men at hann tá skuldi hava eitt annað heiti. Nevndin. Í nevndini sótu Terje Beinar Vestergaard og Eyðun Jacobsen við øðrum. Jan Honningdal. Jan Kristian Honningdal (føddur í Ålesund í 1959) er norskur sangskrivari og guitaristur. Hann hevur skrivað uml. 200 sangir, ið eru umsettir til meir enn 20 mál, og verða sungnir í samkomum og kirkjum kring heimin, m.a kendu lovsanginir "Bara tú", "Hátign Tín" og "Blóðið sum rann". Liverpool. The Beatles, teir fýra limirnir í The Beatles komu allir úr Liverpool Liverpool er ein stórbýur í útnyrðingshorninum av Onglandi. Hann liggur í Merseyside landslutinum. Býurin, sum var stovnaður í 1207, er fjórðstørsti býur í Stóra Bretlandi og triðstørsti býur í Onglandi. Í 2012 búðu 469,690 fólk í sjálvum býnum. Í Liverpool stórbýarøkinum við upplandi búgva umleið 2 milliónir fólk. Liverpool er størsti havnabýurin aftan á London; hagar koma hvønn dag farmaskip úr øllum heimspørtum. Tey flestu av teimum føra bummull, men í Liverpool verður eisini uppskipað nógv av tubbakki, sukri og plantuolju. Liverpool er eisini heimstaður hjá tveymum feløgum sum luttaka í ensku Premier League fótbólts kappingini, feløgini eita Liverpool FC og Everton FC. Heimskendi tónleikabólkurin The Beatles var úr Liverpool. Birmingham. Centenary Square í Birmingham, Rotunda og Hall of Memory Ein av kanalunum í Birmingham Birmingham er enskur stórbýur, ið liggur miðskeiðis millum London og Liverpool, í landslutinum West Midlands. Her í Birmingham búðu umleið 1.137.000 fólk í 2017 og hann er næststørsti býur í Onglandi. Býurin hevur verið miðdepil fyri kanalferðslu í Onglandi. Søga. Birmingham fekk rættindi sum býur í 1166, tá fólk fingu loyvi til at hava marknað hvønn hósdag. Síðst í 17. øld var fólkatalið komi upp á umleið 15.000 fólk. Sum tíðin leið upp gjøgnum 18. og 19. øld vaks býurin í stórum og ídnaður av ymiskum slagið var ment í býnum. Býurin var sera týdningamikil miðdepil fyri kanalirnar í Onglandi; tær síggjast enn eins og slúsurnar. Uppfinnarar sum James Watt og Matthew Boulton, sum uppfunnu ávikavist dampmaskinuna og gasljós, vuksu upp í býnum. Í 1889 fekk Birmingham gav drotning Victoria býnum rætt til at kalla seg keypsstaður. Manchester. Manchester er ein stórbýur í útnyrðingshorninum av Onglandi. Býurin hevði gott 545.000 íbúgvar í 2017. Manchester er nakað eystan fyri Liverpool; men ein gryvja er grivin frá Írska sjónum inn til býin, so heilt stór farmaskip kunna fara hagar. Í býnum eru nógvar stórar verksmiðjur, sum gera bummulstoy, sum so aftur verður útflutt um Liverpool. Har eru eisini stór margarin- og sápuvirki. Belfast. Belfast er størsti býur og høvuðsstaður í Norðurírlandi. Fólkatalið í býnum var 286.000 á fólkateljingini í 2011. Belfast er størsti býur í Norðurírlandi og eftir fólkatalinum er hann 17. størsti býur í Stórabretlandi. Býurin er eitt nú kendur fyri skipasmíð, tað var skipasmiðjan Harland and Wolff, ið bygdi Titanic. Norðurírska fótbóltslandsliðið hjá monnum hevur heimavøll í Belfast, hann verður nevndur Windsor Park. Føroyska A-landsliðið hevur spælt móti Norðurírlandi í Belfast. Kópakonan. Søgnin um kópakonuna man vera ein tann mest kenda í Føroyum. 13. kvøld vóru nógvir kópar komnir upp á fjøruna at dansa, teir lótu seg úr haminum og sóu út sum menniskju. Bóndin á Sunnanagarði í Miklagarði fekk eyga á hetta og varð sera hugtikin av eini kópakvinnu, sum hevði latið seg úr haminum. Hon var so sera vøkur. Av tí at hann var vorðin so góður við hana, gjørdi hann av at taka hamin og krógva hann í trækistuni á Sunnanagarði. Nú slapp kópakonan ikki í sjógvin aftur, og hon og bóndin livdu saman í nógv ár og fingu børn saman. Bústaður teirra var í gamla bóndahúsinum í Mikladali, sum ber navnið Sunnanagarður. Ein dagin, tá ið bóndin fór til útróðrar, gloymdi hann lykilin eftir heima, og kópakonan fann hann, læt seg í hamin, fór oman á strondina og kastaði seg í havið. Søgnin um kópakonuna varð útgivin í Færøsk antologi, sum V.U. Hammershaimb hevði savnað, í 1891. Kvívíks Jógvan yrkti kópakvæðið, sum snýr seg um søgnina um kópakonuna. Síl. Sjósílini eru ovarlaga í sjónum og nær landi. Okkurt sjósílið er kortini fingið á dyrging út frá landi. Áarsíl og vatnasíl halda til ávikavist í áum og vøtnum. Síl verður upp í 140 cm langt. Í Føroyum eru tey stóru sjósílini um 85 cm, kanska nakað longri, og vatnasíl fara sjáldan upp um 65 cm. Áarsílini eru væl minni, tey stóru kanska um 40 cm. Hendinga síl størri enn hetta eru tó fingin í Føroyum. Sílini eru broytilig í liti, alt eftir umstøðunum. Sjósíl í sjónum eru dimm, blágrønlig um bakið og blonk um síðurnar. Tey eru hvítlig/gulhvít undir búkinum. Svartir, smáir blettir eru um kjálkar, bak og liðir. Liturin broytist í gýtingini um heystið, tey verða brúnlig. Stór vatnasíl í størru vøtnunum kunnu eisini verða litt soleiðis sum sjósíl, um enn nakað kámari, men vanliga eru vatnasíl brúnlig við reyðum og svørtum blettum og hvítan ring rundan um blettirnar. Áarsíl eru brún um bakið, við blonkum síðum og gullig, rómalitt undir búkinum. Blettirnir á síðunum eru svartir og reyðir, ofta við hvítum ringi rundan um blettirnar. Ein farri av gyltum um síðurnar og silvurlitur um búkin er ikki óvanligt. Fiskurin í síli er ljósareyður. Sílið er, umframt í Føroyum og Íslandi, úr Hvítahavinum til Portugals. Tað er í Bretsku Oyggjunum, umframt í áum og vøtnum víða um í hesum londum. Síl eru flutt og sett út í mongum ymsum londum, m.a. í Kanada, Avstralia, Ný Sælandi, v.f. Sjósíl. Sjósíl (frøðiheiti - "Salmo trutta trutta"). Sí grein um áarsíl. Bergtóra Hanusardóttir. Bergtóra Hanusardóttir (f. 15. november 1946) er sertannlækni í ortodonti og rithøvundur. Bergtóra Hanusardóttir var fødd í Havn í 1946, og har vaks hon upp. Hon fór til Danmarkar at lesa til tannlækna og hevur arbeitt sum sertannlækni í mong ár. Bergtóra hevur verið virkin á ymsum økjum, t.d. í studentafeløgum, ítróttafeløgum, í uttanflokkaðum, samfelagspolitiskum arbeiði, so sum í friðarrørsluni og í Fólkafylkingini móti EEC. Serligan stóran dent hevur hon lagt á kvinnupolitiskt arbeiði. Hon var ein teirra, sum stovnaði Kvinnufylkingina, var í blaðstjórnini á Kvinnutíðindum og hevur umboðað Føroyar á kvinnuráðstevnum ymsastaðni í heiminum. Eisini hevur hon sitið í javnstøðunevndini. Hon hevur skrivað prosayrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur. Hon viðger ofta samfelagsligu støðuna hjá kvinnum í sínum skaldskapi. Hon knýtir saman bæði tað persónliga og tað samfelagsliga. Kvinnurørslan. Bergtóra hevur í mong ár verið aktiv innan føroysku kvinnurørsluna. Hon hevur verið nevndarlimur og forkvinna í Kvinnufelagnum í Havn í nógv ár og hevur havt alstóran týdning fyri føroysku kvinnurørsluna og menningina av kvinnusamleikanum. Í 1995 luttók Bergtóra á Kvinnuráðstevnuni í Peking og í 2000 í New York. Á Altjóða Kvinnudegnum í 1999 varð Bergtóra heiðrað av felags nevndarlimum sínum í Kvinnufelagnum, fyri tað stóra arbeiði, hon hevði gjørt gjøgnum árini kvinnumálum til frama. Familja. Bergtóra Hanusardóttir hevur verið gift við havfrøðinginum Boga Hansen, tey fingu tvey børn: Trónd Bogason (1976) og Ragnheiður Bogadóttur (1979). Tróndur er tónaskald og er giftur við songkvinnuni Eivør Pálsdóttir. Móðir Bergtóru var Mia Trónd úr Gundali í Havn, faðir Bergtóru var Hanus D. Jensen úr Útistovu í Skúgvi. Mia og Hanus fingu fýra børn, gentur, Bergtóra er elst, hinar systrarnar eru Rannvá, Svanna og Marjun. Marjun Hanusardóttir starvast sum løgmansstjóri. Mia Trónd var ættað úr Kirkjubø, foreldur hennara vóru Malan og Tróndur Hansen. Tróndur var sonur Gustu av Kák og Jóannes úr Kirkjubø, sum búsettist á Ryggi í Havn. Omma og abbi hennara á faðirsíðuni vóru úr Skúvoy, omman var Mathea D. Poulsen, sum var dóttir Súsannu og Hanus í Garðinum, og abbin var Antines Jensen, sum var sonur Elsubu og Janus úti í Stovu í Skúvoy. Norðurossetia. Norðurossetia er ein landslutur í Russlandi. Tacloban. Tacloban (filipinskt: "Lungsod ng Tacloban", waray: "Siyudad han Tacloban") er býur á Filipsoyggjum. Í honum býr 242 túsund fólk (2015). Hann er høvuðsstaður í landspartinum Leyte, og er eisini týdningarmikil havnabýur. Xertigny. Xertigny er kommuna í Eysturfraklandi. Tað búgva 3.000 fólk í Xertigny í Vosges-landslutinum eysturi í Fraklandi. Párvusz. Párvusz, føddur "Norbert Kiss" 1. mars 1981 í Budapest, er ein ungarskur grafikari og teknari. Párvusz varð borin í heim í Budapest í 1981. Flemming Kofod-Svendsen. Flemming Kofod-Svendsen (føddur 21. mars 1944 í Aakirkeby, Bornholm) er sóknarprestur í Birkerød og hevur verið floksformaður, fólkatingslimur og ráðharri fyri Kristiliga fólkaflokkin í Danmark. Illoqqortoormiut. Illoqqortoormiut ella Scoresbysund er einasta búpláss í longsta fjørðinum í Grønlandi Kangertittivaq (350 km). Michael Jackson. Michael Joseph Jackson (føddur 29. august, 1958) er ein amerikanskur tónleikari. Hann var føddur í Gary, Indiana í USA 29. august í 1958. Jackson gav út heimsins mest seldu tónleikaútgávu í 1982: "Thriller" er seld í 109 milliónum eintøkum, og er hetta met. Íalt sigst Michael Jackson hava selt 750 milliónir eintøk. Hann varð serliga kendur fyri útgávurnar "Off the Wall", "Thriller", "Bad" og "Dangerous. Hansara tónleikur, dansur og móti gjørdu hann til eitt stórt ikon kring verðina. Jackson framførdi fyri fyrstu ferð í 1969, tá hann var 11 ára gamal sum limur í The Jackson 5. Í 1971 byrjaði hann sína einleikaleið, hóast hann framvegis var við í The Jackson 5. So hvørt, sum tíðin gekk, gjørdist Jackson kendur sum kongurin yvir popp, og fløgan Thriller var, og er framvegis, tann fløgan, sum hevur selt mest nakrantíð. Jackson er somuleðis tann tónleikarin, sum fólk siga vera tann, sum gjørdi tónleikafilmar til tað, teir eru í dag. Sum tann fyrsti, svarti listamaðurin, sum gjørdist kendur gjøgnum MTV, var Michael Jackson á henda hátt eisini við til at bróta niður rasusismuna. Barndómurin. Jackson hevði eitt sera trupult lív. Tilveran var eingin dansur á rósum, hóast hann var "King of Pop", sum hann varð kallaður. Tað er ikki at gera ov nógv av at siga, at Jackson var ein tann størsta stjørnan í okkara tíð. Jackson varð 50 ára gamal, tá hann fór hiðani, men tónleikur hansara livir víðari. Deyði hansara. Hann fekk ein hjartatilburð og small í gólvið í heimi sínum í Holmby Hills í Kalifornia 25. juni, 2009. Jackson varð í skundi fluttur á sjúkrahús, men hann andaði ikki, tá sjúkrabilurin fór frá heimi hansara við honum. LA Times skrivar, at sangarin fekk hjartamassasju á staðnum, áðrenn sjúkrabilurin fór við honum til UCLA-sjúkrahúsið. Læknarnir lýstu Michael Jackson deyðan at vera klokkan 14.26 lokala tíð í Los Angeles 25. juni 2009. Tá var klokkan 22.26 her hjá okkum. Tey staðfestu hjartasteðg, og eingi tekin vóru um lív. Hann varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús, har royndir vórðu gjørdar at vekja hann til lívs aftur, men til fánýtis. Hann varð 50 ár. Trý børn sita eftir kenda poppkongin: (Michael Joseph Jackson Jr., Paris Michael Katherine Jackson og Prince Michael Jackson II). Plátuskrá. "Sí eisini: Jackson 5" Farrah Fawcett. Farrah Fawcett (2. februar 1947 í Corpus Christi, Texas – 25. juni 2009 í Santa Monica, Kalifornia) var ein viðurkendur sjónleikari úr Texas. Sama dag sum Michael Jackson doyði andaðist eisini Farrah Fawcett, best kend úr sjónvarpsrøðini "Charlie's Angels" frá seinnu helvt av 70-unum. Hon varð 62 ár. Fawcett fekk staðfest krabbamein í 2006 og fekk viðgerð fyri sjúkuna. Á sínum 60 ára føðingardegi, fýra mánaðir eftir at hon hevði fingið staðfest sjúkuna, varð boðað frá, at hon var frísk aftur, men so varð ikki, og restina av sínum lívi stríddist hon móti krabbasjúkuni. Í mai mánaði kom fram, at hon lá til tað síðsta, og 25. juni andaðist hon á sjúkrahúsi í Santa Monica í Kalifornia. Hon bleiv 62 ár. Hon vaks upp í lítla býnum Corpus Christi í Texas, har hon eisini varð fødd í 1947. Har gekk hon í einum katólskum skúla, til hon slapp inn á universitetið og flutti til Austin, Texas. Tá ein mynd av henni varð prentað í eitt blað, varð skjótt ringt eftir henni úr Hollywood í Kalifornia, og soleiðis byrjaði hennara yrkisleið sum sjónleikari, og hon gjørdist heimskend. Hon varð tilnevnd Golden Globes og Emmys, men hon vann ongantíð nakað. Hetta komst av, at dómararnir ikki altíð vóru á hennara síðu, hóast hon hevði nógvar fjepparar um allan heimin. Hon er mest kend fyri sín leiklut sum Jill Monroe úr tí upprunaliga "Charlie's Angels", sum var ein sera væl umtókt sjónvarpsrøð, ið varð send frá 1976-81. Annars fekk hon eisini rós aftana at havi verið við í sjónleikinum "Extremities" av William Mastrosimone. Í leikinum spældi hon eina kvinnu, ið varnaðist, at ein neyðtøkumaður hevði brotið inn í hennara heim. Í staðin fyri at lata seg neyðtaka, berjist hon fyri sær sjálvari og tekur mannin sum fanga. Hesin sjónleikur var við til at broyta ímyndina av henni sum sakleys, blond genta, ið ikki tordi at gera nøkrum nakað. Tey seinastu 27 árini av sínum lívi livdu hon saman við sjónleikarinum Ryan O'Neal. Saman fingu tey sonin Redmond. Tað var ætlan teirra at gifta seg, men tað náddu tey ikki áðrenn hon doyði. Fáar vikur áðrenn deyða hennara, varð heimildarkykmyndin "Farah's Story" sjónvarpað í Ameriku, har 9 milliónir fylgdu við í tí 2 tíma longu kykmyndini. Alana Stewart var við til at gera heimildarkykmyndina, og hon sat við lið Farah inntil deyðan. Hennara bardagi mótvegis krabbameininum varð víst fyri almenninginum. Patagonia. Patagonia er sunnasti parturin av Argentina og Kili og harvið sunnasti parturin av Suðuramerika. Patagonia er hálendi og góður seyðahagi, og í støðum hava teir óføra nógvan seyð. Patagonia er ótætt bygt, men fólkatalið man fara at vaksa, tí teir hava funnið bæði olju og kol í landinum. Stokkhólmssyndromið. Stokkhólmssyndromið er ein fløga hjá 200, sum er útgivin av plátufelagnum Tutl í 2009 (CD). Bjørk Olsen. Bjørk Maria Krog Olsen (føddur 20. mai 1991) er ein føroysk blaðkvinna og ungdomspolitikari (FF). Hon var forkvinna fyri HUXA frá 2007 til 2010. Bjørk er dóttir Elsu Mariu Olsen úr Vági og Bjørn Krogh, sum er dani. Annika Olsen er mostur hennara. Hon var programmleiðari í ungdómssendingini Mús, sum varð víst í Kringvarp Føroya í 8 pørtum frá 24. november 2008 til 26. januar 2009. Harumframt hevur hon arbeitt sum blaðkvinna fyri Sosialin og verið útvarpsvertur á Rás2. 1FLTV. 1FLTV (allarhelst: 1 Fürstentum Liechtenstein Television) er einasta sjónvarpsstøðin í Liktinsteini. Byrjað varð at senda 15. august 2008 á týskum. 15. august 2008 byrjaði 1FLTV at senda eftir at hava fingið loyvi frá liktinsteinsku stjórnini 1. Støðin sendir á týskum og verður rikini av eysturríkska handilsmanninum Beatrix Schartl 2. Evropeiska songkappingin. Fólkið í Liktinsteini hevur altíð havt áhuga í at luttikið í evropeisku songkappingni, men hetta var ógjørligt, tí landið hevði ikki egna sjónvarpsstøð. Um støðin hinvegin velur at gerast limur í EBU, so ber til hjá landinum at melda seg til kappingina. Liktinstein royndi í 1976 at melda seg til, men hetta var noktað, tí eingin sjónvarpsstøð var í landinum 1. Wien. Wien er høvuðsstaður í Eysturríki og mentanarligur og politiskur miðdepil í landinum. Hann var eisini høvuðsstaður í tí mikla keisararíkinum, og frá tí tíðini eru mikil minnismerki og prýðuligir bygningar. Í hesum býi búgva tvær milliónir av fólki. Wien er stásiligur býur við nógvum vøkrum kirkjum og borgum, gitnast av teimum er St. Steffanskirkjan. Dómkirkjan í Wien - St. Steffanskirkjan - er gitin fyri vakurleika. Úr kirkjutorninum sæst út yvir allan býin og yvir í Donau. Býurin stendur við Donau, og tað er stór skipaferðsla frá og til býin eftir ánni. Úr Donau hava teir grivið eina siglirennu inn í býin. Gjøgnum Wien ganga nakrir av teimum mætastu bilvegum og jarnbreytum, sum fara um Alpurnar úr Norðurevropa til Italia. Nógvar jarnbreytir ganga eisini út frá Wien. Í býnum eru nógvar verksmiðjur, og tær gera m.a. møblar. Wien er stórur ídnaðarbýur; har eru stórar vevstovur, maskinvirki, møblavirki, leðurvirki og instrumentvirki. Vørurnar fara við skipum gjøgnum siglirennuna út í Donau og haðani út á marknaðin í Evropa. Eisini er hann kendur tónleikabýur. Wien hevur verið høvuðstónlistaborgin í Evropa, og har hava heimsins mætastu tónaskald hildið til. Wien er heimsins besti býur at búgva í 2014, sambært Mercer. Í árligu kanningini hjá I Mercer, "2014 Quality of Living rankings", sum samanber lívskorini í teimum ymisku stórbýunum, liggja teir norðurlendsku høvuðsstaðirnir Keypmannahavn 9, Stokkhólm 19, Oslo 31 og Helsinki 31 millum topp 50 av teimum 223 býunum sum vóru við í kanningini. Nummar tvey á listanum liggur Zürich í Sveis, nummar trý Auckland í Nýsælandi, týski München nummar fýra og kanadiski Vancouver nummar fimm. Lillehammer. Lillehammer er ein býur og kommuna í Innlandet fylki í Noregi. Í suðri hevur Lillehammer mark við Gjøvik, í norðri við Øyer, í vestri við Nordre Land og Gausdal, og eystri við Ringsaker. Høvuðsstaðurin í Lillehammer kommunu er Lillehammer. Í 1994 var býurin vertur fyri Vetrar-OL. Hugmyndafrøði. Hugmyndafrøði (da. ideologi, av. gr. orðunum "idea", hugmynd, og "logos", frøði; ísl. hugmyndafræði) er ein heild av hugmyndum, hugtøkum og sjónarmiðum sum endurspegla ein ávísan politiskan ella felagsligan hugburð. Orðið merkir "læran um hugmyndir", men verður nýtt í víðari týdning um eitt meira ella minni skilbundið kervi av hugmyndum og virðismetingum, sum ein ávísur samfelagsbólkur í einum ávísum tíðarskeiði er felags um. Til dømis vóru hugsanirnar um frælsi og javnað avgerandi fyri borgarastættina, sum um 1800 trokaði einaveldið burtur í Fraklandi og sjálv tók ræðið. Hesar hugsanir vórðu samanfataðar í hugmyndini um liberalismu, sum gjørdist kjarnin í h. hjá borgarastættini. Serliga Karl Marx fekst við hugtakið h., og tiltikin eru orð hansara: ”Ráðandi hugmyndir í hvørjum tíðarskeiði eru hugmyndirnar hjá ráðandi stætt” (1846). Marx kallaði átrúnaðin opium fólksins, men segði eisini, at hann var ”neyðarróp teirra kúgaðu”. Hetta tvílyndið í allari h., at goyma í sær bæði staðfesting av ráðandi støðuni og dreymin um eitt betri lív, er trmikið fyri atfinningarnar hjá Marx móti teimum borgraligu vísindunum, sum hann ákærdi fyri at rættvísgera órættvísa samfelagsskipan við hugtøkum sum frælsi og fólkaræði, ið stóðu í rópandi mótsøgn móti tí veruleika, ið tey skuldu lýsa. Sambært teirri fatanini vóru hesi vísindini eitt slag av h. ella ”følskum tilviti” um samfelagið. Fyritreytin hjá Marx var, at tilvit menniskjans var formað av teimum evnisligu lívstreytunum, og rannsókn av sambondunum millum heimsfatan og samfelagsskipan hevur verið ein megintáttur í allari samfelagsfrøði samfelagsfrøði síðan í 19. øld. Vituliga hevur leingi verið fingist við at kanna hugmyndaheimin í bókmentunum, men ikki fyrr enn í seinu helvt av 20. øld var talan um serligt háttalag tí viðvíkjandi, nevniliga humyndafrøðiliga kanning ella *hugmyndafrøðikritikk (da. "ideologikritik"). Millum slóðbrótararnar í tílíkum kanningum eru G. Lukács og L. Löwenthal, sum vegaðu fyri marxistiskari bókmentagransking; men royndir tann vegin hava eisini verið knýttar at strukturalismu og kvinnugransking. Hugmyndafrøðilig gransking krevur at hava fyrilit fyri teimum søguligu umstøðunum í viðkomandi bókmentaverki og gera mun á sjónarmiðum hjá søgupersónum, høvundi og lesarum. Tá ið væl verður atborið, kann slík kanning vísa, hvussu heimsmyndin í einum verki myndast í samspæli millum innihald og form tess og ráðandi h. í samfelagnum. Uglur. Uglur eru roknaðar upp í rovfuglar, men tær drepa lítið annað enn rottur og mýs. Og tað eru tær væl lagaðar til. Eyguni eru avbara stór og nógv kúput. Tí síggja tær frálíka væl í myrkri, men tola ikki dagsljós í sjónina. Fjaðrarnar uttan um eyguni gera seg til ein stóran flatan ring, ið aftantil liggur sum eitt lok yvir hinum sera stóru oyrnaholunum; tá ið tær gloppa tað lokið útfra, hoyra tær óføra væl. Men sjálvar hoyrast tær als ikki, so stillisliga flúgva tær. Allan dagin sita tær stillar og krógva seg; í skýmingini, tá ið rottur og mýs koma út at fáa sær, tá fara tær við. Hendir tað seg, at tær noyðast út á degi, eru tær illa fyrikomnar; næstan allir fuglar leggjast á tær, arga tær og píska tær, og hálvblindar, sum tær tá eru, fáa tær ikki vart seg. Pingvin. a>, men hon flýgur ikki. Hon stetlar spakuliga á landi, men svimur skjótt í sjónum. Pingvin (frøðiheiti - "Pingvinus sp."; da. "Pingvin") er ikki so ólík gorfugli í útsjónd. Nógv eru sløgini, størri og smærri, men øll eru tey minni enn gorfuglur. Fjaðrarnar eru avbara stuttar, eisini á veingjunum, so teir eru heilt ónýttir til at flúgva við, meira líkir bøkslum enn veingjum. Tær liva í meingi suðuri í kaldasta Íshavinum. Mest halda tær seg á sjónum, men fara stundum upp á ísin at spáka. Flestu av teimum hava ikki sæð fólk, og koma skipsmenn á land, so fara tær tætt til teirra at forvitnast. Taka teir tá í veingin á teimum, lata tær seg vinaliga leiða. Ungarnir eru lættir at ala, teir gerast sera alsknir, og summir elta eigarmannin sum hundar. Svanur. Sangsvanur (frøðiheiti - "Cygnus cygnus"; da. "Sangsvane"), oftast nevndur bara svanur, er sera prýðiligur fuglur, hvítur við gulum nevi og svørtum fótum. Gongulagið er stólput og tungført, men hann livir eisini mest á floti, stundum úti á sjógv, men allarmest á vøtnum, har hann søkir sær urtir upp frá botni. Hann flýgur skjótt, men, stravið er at sleppa á flog, og ikki setur hann seg uttan har, sum vatn er undir. Hann eigur í Íslandi og øðrum kuldalondum. Í gomlum føroyskum kvæði er hann nevndur "okn", og summir halda at Oknadalur í Vágum hevur navnið av tí, at svanir hava átt har, men tað er lítið trúligt, at teir kunna hava búð her suðuri. Í seinnu árunum hava menn fleiri ferðir havt sangsvanir á vøtnum og tjørnum, og roynt at fingið teir at yngla; teir verða spakir fyri fólki og halda seg í sama stað alt árið, men ikki hava teir vorpið. Um várið síggja vit nú og tá svanir á veg til Íslands. Har gera teir sær reiður av sevi og mosa, digst við vøtnini, ella helst á hólmum í vatninum. Ár eftir ár koma teir til sama reiðrið og væla um tað, so til endan verður tað ein stór túgva. Teir eru so ráðaríkir og harðsintir, at sjáldan fær meir enn eitt par verið við hvørt vatnið, og heldur ikki er greitt hjá øðrum fuglum at vera teimum í nánd. Men makarnir halda væl saman og eru sera umhugsnir fyri ungunum, lata teir ikki úr eygsjón fyrr enn aftur móti vári. Meðan bøgan vermir, situr steggin uttanum og syngur. Og svanasongur er tiltikin; helst á stillum stjørnuglógvandi góðveðurskvøldum sigst tað at vera hugtakandi at lurta eftir songi hansara. Um heystið síggja vit teir aftur á suðurferð, ofta eini hjún við ungum sínum, sum tá eru bleikmorlittir. Tá kunna teir stundum steðga nakrar dagar á vøtnum og firðum. Tað hevur ikki verið vanligt at svanur eigur í Føroyum, men í 2008 kom eitt svanapar á vatninum á Eiði út við tveimum ungum, og í 2009 fingu tey 7 ungar síðst í mai mánaði. Abstraktur. Abstraktur (av lat. "abstrahere", "draga frá"). Úrtøkur, óítøkiligur. Tað mótsetta av ítøkur, ítøkiligur. Orðið abstraktur hevur verið nógv brúkt um modernaða myndlist, sum leggur høvuðsdent á form meira enn nágreiniliga søguliga lýsing. Í sambandi við tekst verður orðið abstraktur brúkt um heiti og orðingar, sum lýsa hugmyndir og hugtøk, t.d. eru gleði, sorg, góðska, óndskapur, forvitinskapur, óendaligleiki a. hugtøk. Tann abstrakta ella úrtøka orðingin verður hildin at tala til skilvísið og til heimspekiliga hugsan, t.d. orðingin "lív menniskjans í gleði og sorg frá føðing til deyða". Tann ítøka orðingin verður ofta hildin at tala meira til kenslurnar: sagt verður t.d. frá einum einstaklingi, sum er føddur í einum ávísum stað og er fyri ávísum hendingum, sum gleða hann ella gera hann syrgnan, og at enda doyr hann sín ítøka deyða í ávísum stað og ávísari løtu. Ævintýr. Ævintýr eru sum skaldskaparslag munnbornar søgur um vanlig folk í einum yvirnatúrligum heimi. Heitið veður nýtt um fleiri sløg av søgum, ið als ikki øll hava sama yivrnatúrliga innihald. Antti Aarne og Stith Thompson hava gjørt eina skrá yvir heimsins ævintýr. Har eru tey skift sundur í 5 høvuðsbólkar ella týpur. Sum annar munnborin skaldskapur hava ævintýrini ongan kendan høvund ella upprunaligan form. Tey kennast aftur eftir greining av søgugongd og innihaldi, og á tann hátt hava Aarne og Thompson skift tey sundur í týpur hvørja við sínum nummari og stavunum AT frammanfyri. Hesar týpur og høvuðsbólkar eru: I Djóraævintýr (AT 1-299), II Eginlig ævintýr (AT 300-1199), III Skemtiævintýr (AT 1200-1999), IV Formilævintýr (AT 2000-2399) og V Ymisk ævintýr (AT 2400.2499). Hesin seinasti bólkurin umfatar tey ævintýr, ið høvundarnir ikki fingu at hóska til hinar bólkarnar. Í øllum vanligum brúki verður oftast hugsað um søgurnar í bólki II, tá talan er um ævintýr. Serstakliga kanska undirbólk A, ið verður kallaður Gandaævintýr (AT 300-749). Í hesum bólki eru m.a. tær væl kendu søgurnar um ein fátækan drong, ið bjargar eini prinsessu, sum trøll við níggju høvdum ella onkur onnur yvirnatúrlig vera hevur tikið; í endanum giftist drongurin við prinsessuni og verður kongur. Ella eina fátæka gentu, ið bjargar einum prinsi, sum ofta er umskaptur til okkurt andskræmiligt, og síðani giftist við honum og gerst drotning. Øll liva síðani lukkuliga. Hóast ævintýr sum skaldskaparslag upprunaliga eru munnbornar søgur, kenna vit tey nú í tíðini best og ivaleyst bert úr ritstjórnaðum, prentaðum útgávum. Charles Perrault (1628-1703) var hin fyrsti at geva út eitt savn við søgum, ið eru ritstjórnað ævintýr. Bókin kom í 1697 og nenvdist "Søgur og frásagnir úr farnum tíðum" við undirheitinum "Gásamóðir sigur frá" ("Les Contes de ma Mère l’Oye"). Millum søgurnar í hesum savni eru so víðagitnar søgur sum Reyðhetta, Tornarósa og Øskufía. Perrault óttaðist bókmentaliga og mentanarliga smakkin í tíðini, lagaði søgurnar til, sum honum tókti best og gav tær út í navninum á 10 ára gamla syni sínum. Bókin gjørdist ómetaliga væl umtókt og var sum frá leið týdd til flestøll fjølment evropeisk mál. Seinni fóru fólk aðrastaðni at savna og skriva upp ævintýr, og summpart við beinleiðis fyrimynd í søgunum hjá Perrault komu serliga í 19. øld fleiri kend søvn við ritstjórnaðum ævintýrum. Kendast eru ævintýrini hjá týskarunum Jacob og Wilhelm Grimm. Eisini í Norðurlondum vaks áhugin, og millum kendastu útgávur eru tær hjá Ewald Tang Christensen í Danmark, Asbjørnsen og Moe í Noregi, og Jóni Árnasyni í Íslandi. Í Føroyum tók Jakob Jakobsen tráðin upp, og í árunum 1898-1901 gav hann út savn sítt við føroyskum sagnum og ævintýrum. Eisini hann ritstjórnaði søgurnar, sum hann savnaði, so vit kunnu siga, at soleiðis sum vit lesa tær hjá honum, hava tær ikki verið sagdar honum. Hansara ritstjórnan er mest av málsligum slag. Hann flytur munnliga frásøgn í skrift við teimum tillagingum, ið tá eru neyðugar, og hartil reinsar hann frásøgnina fyri útlendskan málburð. Mangt bendir á, at ævintýr valla eru gamal skaldskapur í Føroyum. Tað tykist, sum tey eru komin í munnliga frásøgn í Føroyum eftir fólksligum, einahelst donskum útgávum. Men sum væntandi er í munnligari søgulist, hava fólk lagað tey til so við og við, so tey ofta hava føroyskan dám í mongum lutum. Summi teirra eru tó ivaleyst gomul í Føroyum. Barokkur. Barokkurin var bæði ein stílur og eitt tíðarskeið í evropeiskari list. Barokka tíðarskeiðið vardi frá uml. síðst í 16. øld til hálva 17. øld. Barokkur (úr fr. "baroque", "margháttligur"). Stílhugtak, sum hevur verið nýtt síðan um miðja 19. øld um byggi- og myndlist, sum tók við eftir endurreisnarstevnuna í endanum á 16. øld og stóð við fram til rokokotíðarskeiðið. Um bókmentir hevur orðið verið nýtt síðan seint í 19. øld og hevur í 20. øld fest seg um tíðarskeiðið millum endurreisnarstevnuna og upplýsingarstevnuna. Umframt at vera heiti á einum ávísum bókmentatíðarskeiði verður orðið barokkur nýtt sum lýsingarorð um stíleyðkenni í bókmentum frá ymsum tíðum; barokt nevnist tað, tá ið lutir ella fyribrigdi, sum sambært vanligari hevd ikki hoyra saman, verða sett saman, ella t.d. tá ið alskyns lýsingarorð verða sandrað niður um ein lut, persón e.a. tíl., stutt sagt tað, sum brýtur harðliga frá klassisku fyrimyndunum. Millum høvundar, ið ofta taka til barokkar snildir, kunnu nevnast so ymiskir høvundar sum William Heinesen (1900-1991), Halldór Laxness (1902-1998) og Jóanes Nielsen (f. 1953). Men bókmentirnar í b.tíðarskeiðinum eru sera ólíkar í ymiskum londum, og ymiskar áskoðanir hava verið um, hvørjir høvundar hoyra til tann barokka stílin. Summi hava hugt mest at sjálvum stílinum, onnur hava hugt at evnisvali ella roynt at sameina bæði. Ofta verður mett, at spaniólin Luis de Góngora (1561-1627) og italin Giambattista Marino (1569-1625) settu sjøtil á b.; eftir teir báðar eru stílrák uppkallað (gongorisma og marinisma), sum eyðkendust av nógvari og forvitnisligari nýtslu av myndamáli - samanberingum og myndberingum, alskyns stíltøkum og orðaskreyti, andsagnum, tvørsagnum og orðaleiki. Hesi skald høvdu stóra ávirkan á høvundar í b. í ymsum londum. Hesin stílurin leggur stóran dent á orðasnild og hitna málbering (it. "concetto", en. "conceit"). Men áherðsla á tað óvanliga, og skreytmikil stílur, hevur verið til í ymsum bókmentatíðartíðum frá fornari tíð og er ikki nóg mikið til at eyðmerkja b. Tí hava bókmentafrøðingar eisini leitað eftir øðrum eyðkennum, sum kunnu setast í samband við tær stóru broytingar og mótsetningar, sum komu fram í hesum tíðarskeiði politiskt, trúarliga og viðvíkjandi heimsmyndini yvirhøvur: øðrumegin lívshugur, hinumegin longsil eftir at sleppa burtur úr neyðardali og fáfongd jarðarlívsins; lið um lið skartandi lýsingar av vakurleika og dýrd skapanarverksins og avnoktan av virðinum í hesi somu dýrdini og vakurleikanum, tí tey eru so stokkut. Stórverkini í b.tíðarskeiðinum eru í leikritum (spansku Lope de Vega (1562-1635) og Pedro Calderón de la Barca (1600-1681), o.fl.; summi telja eisini William Shakespeare (1564-1616) við), men b.bókmentir eru minni frásagnarskaldskapur og yrking. Í Onglandi verða b.eyðkenni hildin at vera sjónskast hjá sonevndu metafýsisku skaldunum (John Donne, Richard Crashaw, Abraham Cowley, George Herbert, Thomas Traherne, Henry Vaughan); í Norðurlondum eru høvuðsnøvn í b.tíðarskeiðinum t.d. Georg Stiernhielm (1598-1672) í Svøríki, Thomas Kingo (1634-1703) í Danmark og Dorothe Engelbretsdatter (1634-1716) í Noregi. Í norðurlendskari prosa frá b.tíðarskeiðinum er danska Leonora Christina (1621-1698) eitt høvuðsnavn. Norðmaðurin Petter Dass (1646-1707) er í serbólki millum skald í b.tíðarskeiðinum og høgt mettur í seinni tíðum fyri at yrkja um lívskor fólksins. Í okkara tíð hevur verið stórur áhugi fyri b.tíðarskeiðinum, ivaleyst partvíst tí at tað hevur verið hildið at líkjast modernismu á ymsan hátt, kanska serliga viðvíkjandi skaldsligum myndamáli. Barokktónleikur. a> er ein av teimum mest týðandi týsku tónasmiðunum. Tónleikurin í 17. og fyrst í 18. øld varð kallaður barokkur eftir listaligu byggilistini, sum var væl umtókt tá. Tað er fjølbroyttur tónleikur, og ljóðførini veva røddirnar á og av, sum vóru tær træðrir í litføgrum og stórum klæði. Størsta barokktónaskaldið var týskarin Johann Sebastian Bach. Av kendastu verkum hansara eru Brandenburgakonsertirnar. Tær vóru lidnar í 1721. Georg Friedrich Händel var eisini borin í heim í Týsklandi, men flutti til Bretlands í 1712. Hann skrivaði tónleik til enska hovið, og gjørdi eisini fleiri kend kórverk, m.a. "Messias". Eitt av viðgitnastu verkum Händels varð skrivað til kongliga skreyteldin í 1749. Erotiskar bókmentir. Erotiskar bókmentir'". Opinskáraðar lýsingar av ástarlívi, t.e. kynsligum sambandi millum einstaklingar, antin av sama ella av mótsettum kyni. Skilmarkingin av hugtakinum er ógreið; øð­rumegin eru ástarbókmentir av ymsum slag, hinumegin eru porno­grafiskar bókmentir; tað veldst um ytri umstøður, hvat metist sum e.b. í hvørjum føri: siðalag, átrúnað, hugburðin hjá myndugleikum, siðvenjur í samfelagnum; og harumframt ta bók­mentahevd, sum bygt verður á. E.b. hava fornar røtur; tær hava helst verið týðandi táttur í forngrikskum bókmentum; ein orsøk til tað kann hava verið, at tær vóru ikki í andstøðu til grikskan átrúnað, tvørturímóti var ymiskt, sum stuðlaði upp undir tær, sbr. dionýsosardyrkan. Lítið er varðveitt í óbundnum máli, men hin vegin í bundnum máli. Grikskar bókmentir høvdu stóra ávirkan á tær rómversku. Yrkingar eftir summi romversk skald í 1. øld f.Kr. kunnu teljast millum e.b., t.d. yrkingar eftir Catullus og Ovidius, men serliga Ars Amoris eftir hin seinna. Hesin skaldskapur hevði drúgva ávirkan á evropeiskan miðaldar­skaldskap. E.b. stóðu í miklum blóma í endurreisnini: skaldini leitaðu sær evni í eldri skaldskapi: í romverskum bókmentum, skemtisø­gum og ymsum ferðaskaldskapi. Stór søgusøvn komu fram í 14. øld: Decamerone (1353) eftir italska skaldið Giovanni Boccaccio (1313-1375), og eitt sindur seinni Canterbury Tales (skrivað frá 1380’unum til seinast í 1390’unum) eftir enska skaldið Geoffrey Chaucer (um 1343-1400). Í Onglandi stóðu e.b. í blóma í seinna parti av 17. øld og fyrra parti av 18.; men vegna harðnandi mótstøðu frá kirkjuni flutti miðstøð teirra seg til Fraklands, og har eiga tær fastan sess fram í hesa øldina. Navnfrom fronsk skald, sum hava skrivað e.b., eru t.d. Denis Diderot (1713-1784), Pierre Choderlos de Laclos (1741-1803), ið skrivaði Les Liaisons dangereuses (1782, gjørd til film 1959, 1988 og 1989) og Marquis de Sade (1740-1814), sum sadisman eitur eftir. Masokisman er hinvegin yngri og hevur navn av eysturríkaranum Leopold von Sacher-Masoch (1836-1895), sum skrivaði Venus im Pelz (1870) og sum Lou Reed (f. 1942) sipar til í sanginum Venus in Furs (1967). Í sjálvsævisøguformi eru endurminningarnar hjá Giacomo Casanova (1725-1798), sum ikki vórðu givnar út í fullari longd fyrr enn í 1960. Í 19. øld fordømdi borgaraligt siðalag, serliga í german­sku londunum, e.b.; hinvegin trivust tær framvegis sum eitt slag av undirgrundarbókmentum, vórðu prentaðar í loynd ella uttan­lands. Í 20. øld vinda e.b. upp á seg. Millum undangongumenn í Bretlandi eru D.H.Lawrence (1885-1930) ("Sons and Lovers" 1913, "Lady Chatterley's Lover" 1928), men verk hansara vóru leingi bannað í heimlandinum. Eftir seinna stríð hava e.b. vunnið fram víða um lond, lógar­bann móti teimum eru eisini linkað nógvastaðni. Nevndir kunnu verðu høvundar sum Henry Miller (1891-1980), Vladimir Nabokov (1899-1977), Norman Mailer (f. 1923) í Amerika; í Norðurlondum Agnar Mykle (1915-1994) og Chr. Kampmann (1939-1988). Nógvir yngri føroy­skir høvundar ganga nú eisini nógv longri hesum viðvíkjandi, enn vanligt hevur verið. Nevnast kunnu Høgni av Heiði (f.1962) "Tað heita summarið" (1987), savnið "Ein varligur dráttur í tara og aðrar stuttsøgur" (1996) og Jóanes Nielsen (f.1953) "Glansbílætasamlararnir" (2005). Gongdin tey seinastu áratíggjuni hevur yvirhøvur verið, at alskyns tabu viðvíkjandi lýsingum av kynslívi eru upployst, og tískil er minkandi orsøk til at skilja e.b. frá øðrum fagurbókmentum. Ritroynd. Ritroynd (fr. "essai", en. "essay"). Stutt, eyðlisin ritgerð ella grein við persónligum, ofta skemtiligum, dámi, sum viðger eitt evni ella setir fram eina próvførslu uttan at vilja vera fullfíggjað ella fara út í æsir. R. er ikki so hátíðarlig í formi sum tann vísindaliga ritgerðin. At kalla hetta tekstslagið r. stavar frá franska høvundinum Montaigne, sum gav út bók við heitinum "Essais", t.e. "royndir", í 1580, fyrsta dømið um hetta tekstslagið. Við heitinum gjørdi hann vart við, at hann ikki gjørdi krav um at hava loyst teir spurningar, sum hann viðgjørdi, ella at hava sett fram nakra lidna heimspekihugsan. Í Onglandi legði Francis Bacon við "Essys" (1597) støði undir eina ríka enska ritroyndahevd við nøvnum sum Addison, Steele, og úr 20. øld D. H. Lawrence og Virginiu Woolf. Í eldri tíð fevndi r., serliga á enskum, stundum um heimspekiligar yrkingar, t.d. 1732-34. R. er eitt fjølbroytt, opið tekstslag sum tekur skiftandi tíðarrák upp í seg. Í Norðurlondum setti Holberg hugsanir sínar um upplýsing og siðalag fram í r. Í 19. øld vóru bókmentir og mentamál yvirhøvur evni, sum nógvir viðgitnir høvundar skrivaðu r. um, t.d. Sainte-Beuve, Heine, Nietzsche, Brandes. Eisini í 20. øld blómaði r. Eitt eyðkenni, sum fylgir r. yvirhøvur, er, at hon tekur støði í tí persónliga og leitar haðani út í almennari hugleiðingar og útsagnir; umframt tann persónliga dámin eyðkennist r. ofta av óhátíðarligum, skemtandi ella speiskum huglagi. Føroyskir høvundar at r. eru eitt nú Sverri Patursson, Maria Mikkelsen, Tróndur Olsen, Sigurð Joensen, Jens Pauli Heinesen, Oddvør Johansen, Gunnar Hoydal og Hanus Andreassen. Groteskur. Groteskur (it. "grottesco", av grotta, "helli"; da. "grotesk", fr., en. "grotesque"). Upprunaliga nýtt um skreytstíl líkan veggmálningum, sum vóru funnir, tá ið fornromversk hús og gravir vóru grivin út; teir høvdu ofta eitt óveruleikakent hugmyndaflog. Um bókmentir var orðið fyrst nýtt í Fraklandi í 16. øld, á týskum og enskum í 18. øld. Í langa tíð var orðið nýtt niðrandi um tað, sum vat høpisleyst, ónatúrligt, ella andskræmiligt og láturligt í senn, og soleiðis var tað nýtt bæði um bókmentir og myndlist. Við romantikkinum broyttist merkingin hjá hugtakinum; ymsir talsmenn hennara, t.d. Victor Hugo, lýstu teir margtýriligu mótsetningarnar í tilveruni, blandingina tí vakra og tí ljóta, tí láturliga og tí andskræmiliga og nýttu hugtakið g. um hana. Groteskir tættir í bókmentunum hava vundið upp á seg í 20. øld, og tað hevur havt við sær ymsar skilmarkingar hjá bókmentafrøðingum. Felags fyri skilmarkingar av hugtakinum er, at tað sipar til samanbrest millum ósambærilig fyribrigdi og hesin mótsetningur verður ikki loystur í verkinum sjálvum; t.d. tá ið yvirnatúrlig og ónatúrlig fyribrigdi eru sett fram realistiskum búna. Lesarin kann taka ímóti slíkum blandingi við ræðslu ella andstygd ella á hin bógvin halda hann vera láturligan. G. tættir hava leingi verið nýttir í bókmentum, bæði í satirum og alskyns atfinnandi bókmentum. Góð dømi eru t.d Rabelais (1495-1553) og Swift (1667-1745); í 19. øld hjá E.T.A. Hoffmann, Dickens og E.A. Poe. Í rannsóknini hjá russiska granskaranum M. Bakhtin av Rabelais og søgu látursins er tað g. eitt meginhugtak. Sambært honum hevur g. lívsfatan eyrfornar røtur, stóð í hægsta blóma í karnivalsmentanini á miðøldum og fekk størri samfelagsliga vídd, tá ið hon var sett í hásæti í bókmentunum í endurreisnartíðarskeiðinum. Har er verk Rabelais krúnan; tað raktu oddamenn í romantikkinum við og hálovaðu, sambært Bakthin. G. lívsáskoðan eyðkennist av mótstøðu móti øllum, sum er endaligt, móti einum og hvørjum almennum sannleika og gjørdum loysnum viðvíkjandi heimsáskoðan. Tað er tí ikki løgið, at romantikararnir, sum skuldu bróta seg burtur úr klassisistiska formfastleikanum, góvu gætur eftir almúgumentanini í evropeiskari miðøld, sum hevði støði í g. heimsfatan. Í 20. øld verða g. tættir nógv algongdari bæði í skaldsøgum, frá Kafka til ørgrynni av nútíðarhøvundum, og í leikritum, frá Brecht til absurdan sjónleik. Dømi um g. eyðkenni í føroyskum nútíðarbókmentum finna vit hjá Tóroddi Poulsen. Mýta. Mýta. Gudasøgn (en. "myth", da. myte úr gr. "mythos", "søga"). Gudasøgn. Søga um, hvussu heimurin ella partar av honum vórðu skaptir í forsøguligari tíð av yvirnatúrligum máttum. M. er sostatt eitt slag av frágreiðingum um náttúrufyribrigdi, men eisini staðfesting av samfelagsligum vanum og siðum; tær hava størsta ávirkan í sonevndum frumkendum samfeløgum, har sum nýtíðar tøkni og vísindi ikki eru komin framat. Orði gudafrøði (da. "mytologi") verður brúkt bæði um m. hjá einum fólki ella í einum tíðarskeiði, og um ta frøðigreinina sum granskar tær. M. hava stóran leiklut í bókmentum. Nevnast kunnu kvæði Hamers; forngrikskar m. eru somuleiðis uppistøðan í griksku harmleikunum, og tær hava ríkað vesturlendskar bókmentir til henda dag. Gudakvæði millum eddukvæði eru umframt Snorra-Eddu týdningarmestu heimildirnar um norrønar m., hóast tær ikki eru uppskrivaðar fyrr enn í kristnari tíð; hesar m. hildu fram at liva í kenningum í dróttkvæðum, tær hómast í summum hetjukvæðum og øðrum fornum norrønum bókmentum. Aðrar m. enn kristnar høvdu ilt við seg í Evropa í miðøldini, til endurreisnin fór at leita aftur til grikskar m. Seinni vaktu slóðbrótarar hjá romantikkinum áhuga fyri keltiskari og norrønari gudafrøði (í Danmark Oehlenschläger og Grundtvig). Uppaftur aðrir høvundar skaptu sínar egnu m. Freud hevði stóran áhuga fyri m. sum heimildum um, hvat formar menniskjasálina, t.d. søgnini um Ødipus, og lærusveinur hansara C.C. Jung kannaði líkar m. úr ymiskum mentanarøkjum og raktu tær til "felags dulvitið" hjá mannaættini, har hann fann felags menniskjaligar hugmyndir (arketýpur, sálarfrøðilig bókmentagransking). Franski mannfrøðingurin og strukturalisturin Lévi-Strauss hevur havt ávirkan á bókmentafrøði við sínum kanningum av m. hjá frumkendum fólkasløgum. Hann kannaði, hvussu struktururin í m. er samansettur ac mótsetningum (t.d. "lív og deyði"), og hvussu hesin djúpstruktururin sæst aftur undir ymiskum yvirflatustrukturi í m. hjá ólíkastu samfeløgum; tann ólíka yvirflatustrukturin setti hann í samband við munin millum tey ymisku samfelagssniðini; hann metti, at m. eru ein ótilvitaður háttur hjá menniskjum at loysa lívsgátur og rættvísgera samfelagsreglur. Hansara ástøði um, at ”mýtur hugsa í menniskjum” er ein hornasteinur í strukturalismuni. Heitið m. verður ofta í fluttari merking um hugmyndir í samtíðini, sum ikki eru gudasagnir, men eru góðkendar, óskilvísar frágreiðingar ella rætttvísgeringar av ráðandi samfelagsligum atburði. Slíkar m. eru skaptar av politikarum ella lýsarum. Ein hin kendasti granskarin av m. í mentanini í okkara tíð var Roland Barthes. Hann vísti á, at mangt og hvat, sum gongur fyri at vera natúrligt, er stívnaðir samfelagsnormar og mynstur: fyribrigdi í mentan og list fáa mýtiska merking, og tað sama er at siga um alskyns gerandislig ting; aftrat frummerking síni ognast tey eina merking í øðrum umfari gjøgnum samfelagsligt brúk. Vín, t.d., er í Fraklandi ikki bara ein drykkur sum allir aðrir, men ein "totemdrykkur", ella rituellur drykkur, t.e. drykkur bundin at halgisiðum, á sama hátt sum mjólkin frá teirri hollendsku kúnni í Hollandi, ella teið, sum bretska kongshúsið drekkur hátíðarliga saman. Tað er støði undir einum felags siðalag. Fyri fransmenn, sigur Barthes, er tað at trúgva upp á vín ein felagsskapur, sum teir eru tvingaðir inn í. Og at drekka vín er eitt ritual, ein halgisiður, fyri samfelagsliga innliman. Við at skapa mýtiska merking royna mentanir at fáa sínar egnu normar at sýnast vera almenn náttúrufyribrigdi. Klassisisma. Klassisisma (en.: "Classicism", da.: "Klassicisme"). Í víðari merking andlig, listarlig stevna við fyrimynd í teirri forna griksk-rómverska mentan; hetta var meginstevnan í endurreisnartíðarskeiðinum í Italia og stóð leingi við har. Í trengri merking er k.(ella nýklassisma) nýtt um ta bókmentastevnuna, sum stóð í hægsta blóma í Fraklandi í 17. øld og hevði munandi ávirkan á bókmentir hjá øðrum tjóðum í 18. øld. Franska k. setti ávísum tekstasløgum ávís formkrøv krøv eftir klassiskum fyrimyndum; eina størsta ávirkan fingu hesi krøv á leikbók­mentir (tær tríggjar eindirnar), og høvuðs­skaldini í k., Corneille, Racine og Molière, fylgdu teimum. K. vendi sær frá tí bólgandi barokkstílinum, vildu halda seg burtur frá kenslu­semi, seta skynsemi í hásætið, stremba eftir skilvísi og greiðari framseting, lýsa alment menniskjanslig eyðkenni heldur enn sjáldsamar einstaklingar. Meginreglurnar fyri k. setti Boileau fram í L'art poétique, "skaldskapar­listin" (1674), sum var skapað eftir Ars poetica Horatiusar. Hansara sjónarmið gjørdust Bíblia hjá nógvum seinni høvundum, hóast tey blanda­ðust saman við hugmyndir hjá upplýsingini í 18. øld (t.d. hjá Voltaire). K. í øðrum londum var meira ávirkað av fronsku k. enn beinleiðis herming eftir fornklassi­skum fyrimyndum. Solei­ðis var í Onglandi (Dryden, Pope), í Týsklandi (Gottsched) og í Norðurlondum (Holberg, Olof Dalin). Seinni í 18. øld leitaðu summir týskir høvundar tó beinleiðis til klassiska mentan (Winckelmann, Lessing), og tann rørslan kom í høvdina við Goethe (1749-1832) og Schiller (1759-1805). Føroyskar bókmentir hava sín klassistiska yrkjara í anda Goethes og Schillers í Janusi Djurhuus (1881-1948), sum týddi fornklassiskan skald­skap og í sínum egna skaldskapi hevði fornklassiskar fyrimyndir, bæði viðvíkjandi ørindislagi (hexa­metur), myndum og hugmyndum. Í høvuðsheitum fjaraði k. út, tá ið 19. øld rann upp. Nøtrisøga. Nøtrisøga, nøtrari. (en.: "Gothic novel", "thriller", da.: "gyser"). Skaldsøga, sum strembar eftir at hugtaka lesaran við at fáa hann at nøtra av óhugna og spenningi. N. umskarast við aðrar spenningssøgur, t.d. krimi. Byrjanin til n. verður ofta sagdur at vera skaldsøgan "The Castle of Otranto" (1764) eftir onglendingin Horace Walpole. N. var ein sterk hevd í Onglandi gjøgnum 18. og 19. øld við kendum høvundum sum Mary Shelley (Frankenstein 1818) og B. Stoker (Dracula 1897) og í Amerika E.A. Poe (1809-49). N. vaks fram í upplýsingartíðini, tá ið tá ið skynsemi og vísindalig hugsan settust í hásæti. Móti hesum ráðandi rákinum gjørdust n. ein andgerð, sum gav lesarunum høvi til at válka seær í "óvísindaligum" kenslum og óskynsemi. N. er staðsett á markinum millum tað veruleikakenda, realistiska og tað fantastiska. Persónarnir eru í høvuðsheitum staddir í einum veruligum heimi, men knappliga stingur tann yvirnatúrliga hóttanin, skrímslið, seg upp, veruleikin upploysist og kann henda. Í eldri n. vóru harðskapur og kynslív høvuðsevni, ítøkiliggjørd í skrímslinum. Í dag eru nógvir undirbókar av n., tað sum skapar nøtranina, óhugnan kann vera eitt skrímsl ættað frá fólkatrúnni, t.d. varúlvur, vampýrur ella spøkilsi; tað kann eisini vera eitt skrímsl av vísindaligum og tøkniligum slag í n., sum viðhvørt eru framtíðarsøgur við tólmennum við (ó)menniskjansligum eginleikum ella menniskjum við tólmenniseginleikum. Í dag hevur seksualitetur ikki eins stóran týdning í n., tí tey kynsiligu forboðini eru nógv linkað; nú er harafturímóti kynsligur samleiki eitt stórt evni og somuleiðis kroppurin og tær hóttanir, sum hann og harvið persónurin kann vera fyri. N. er eitt stórt øki innan film, víðagitnir filmar eru gjørdir av n. Sostatt gjørdi Hitchcock "Fuglarnar", stuttsøgu eftir Daphne du Mauriers, til film við sama navni (1963). Nøtribókmentir er eitt blómandi tekstslag í okkara tíð, bæði sum dygdarbókmentir og lætisoppar ella dagdvøljubókmentir. Ein nýggjari undirbólkur er n. fyri tanáringar; hesin aldursbólkurin er fyri er fyri bráðum likamligum og sálarligum broytingum, sum elva til óvissu og óskilvísan ótta og skapa gróðrarbotn fyri søgum serstakari handfaring av óhugna og spenningi. Ræðusøgur fyri børn hava langar røtur í skaldskapi av manna munni. Eitt føroyskt savn við n. fyri ungfólk er Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur 2006. Russisk formalisma. Russisk formalisma. Ein stevna í bókmentagransking, sum kyknaði í Russlandi um 1915. Fylgismenn hennara vildu fyrst og fremst rannsaka skaldverkið sjálvt sum skaldverk, t.e. heildarnøgdina av einstøkum "snildum", sum skilja skaldsligt mál frá vanligum máli. Í andstøðu móti tí leysliga í eldri bók­mentaástøði, royndu teir at fremja eina vísindaliga lýsing av skaldskapi (serliga skaldskapi í bundnum máli) sum einari serligari málnýtslu við eyðkennistáttum, sum tað bar til at eygleiða. Henda granskingin skúgvaði innihaldið í bókmentaver­ku­num til viks og kallaði sostatt fram harða atfinning frá marxistiskum kritikki, ið nýttu heitið formalismu sum ábreið­sluorð. Tá ið Josef Stalin hevði tryggjað sær valdið um 1929, varð formalistiska stevnan bannað í Sovjettsamveldinum og granskin­garmiðdepil hennara flutti seg til Prag í 1930-árunum. Umframt ta serligu "skaldsligu málnýtsluna" (literaritet) var tað týdningarmesta hugtakið hjá stevnuni "undarliggerð": í staðin fyri at síggja bókmentirnar sum "endurspegling" av heiminum sóu Victor Shklovsky og fylgismenn hansara í formalismuni tær sum málsliga "avlaging" ella "undarliggerð" - Shklovsky nýtti russiska orðið "ostranenie" (fø.:tað at gera fremmant). Í tíðarskei­ðinum hjá kekkisku formalismuni fór Jan Mukarovsky longri við hesum hugtakinum og kom til hugtakið at "seta í forgrundina"; hervið meinast, at serlig áherðsla verður løgd á ein tátt ella egin­leika í tekstinum mótvegis øðrum minni sjónskum táttum. Sambært russisku formalismuni eru skaldverk serstøk av teirri orsøk, at tey seta sín málsliga status í forgrundina og beina á tann hátt áhugan at, hvussu tey siga okkurt, heldur enn hvat tey siga: skaldskapur í bundnum máli víkur frá gerandistalu og frá prosa við at nýta ørindislag, óvæntaðar myndburðir, stavrím og aðrar snildir til at beina áhugan at málinum sjálvum. Í rannsóknum sínum av frásøgn (frásagnarfrøði) greindu for­malistarnir eisini munin á søgugongd og fápli. Umframt Shklovsky og samstarvsfelaga hansara Boris Eikhenbaum var Roman Jakobson fremstur millum russisku formalistarnar. Hann var virkin bæði í Moskva og Prag, áðrenn hann kunnaði um forma­listisku teoriirnar í Amerika. Ein serligur russiskur bólkur er Bakthin-skúlin, sum teir hoyra til Mikhail Bakthin, Pavlev Medvedev og Valentin Voloshinov; hesir hugsararnir knýttu saman tættir úr formalismu og marxismu í sínum frágreið­slum um málsliga margáherðslu og dialogiskan tekst. Í 1960-árunum varnaðist Vesturheimurin av nýggjum avrikið hjá russisku formalistunum og teir fingu munandi ávirkan á hugsanirnar í strukturalismuni um bókmentir og á summi av teimum nýggjari frábrigdunum av marxistiskari bókmentagransking. Rosenborg BK. Rosenborg Ballklub ella RBK er eitt fótbóltsfelag úr Trondheim sum var stovnað 1917. Kåre Ingebrigtsen er venjari hjá Rosenborg. Ján Zambor. Ján Zambor (føddur 9. desember 1947, Tušická Nová Ves, Kekkoslovakia) er slovakskur yrkjari, bókmentafrøðingur og týðari. Eirargarður. Eirargarður er gøtunavn í Havn, men er eisini navnið á Føroya størsta bústovni fyri brekað, sum liggur við Eirargarð nr. 14 og 16. Bústovnurin Eirargarður 14 & 16 var bygdur í 70-unum og tikin í brúk 1. apríl 1980. Um somu tíð, sum Eirargarður varð bygdur, broyttist almenna hugsanin til fólk við breki í londunum uttan um okkum, so farið var burtur frá stórum stovnum og til smærri eindir, har umstøðurnar vóru heimligari. Hetta rák kom eisini at ávirka Eirargarð. Upprunaliga var ætlanin at byggja til 80 fólk, men henda ætlan varð broytt, so bygt varð til 48 fólk í 4 deildum við 12 plássum í hvørjari. 20 av fólkunum, ið fluttu inn á Eirargarð, komu heim av stovnum í Danmark. Eftir at Eirargarður 14-16 varð liðugur, varð so smátt byrjað at læta fólk við breki flyta í sambýli ymsa staðni í landinum. Hesi sambýli eru ofta skipað við eini 4 - 6 fólkum í hvørjum. Graceland. Graceland er ein fløgu hjá 200, sum er útgivin av plátufelagnum Tutl í 2006 (CD). Perfume. Perfume (japanskt: "パフューム", "Pafyūmu") er ein elektropopp-gentubólkur úr Hiroshima, Japan. Limirnir eru Ayano Ōmoto, Yuka Kashino og Ayaka Nishiwaki. Bólkurin kom á pallin í 2001. Í 2005 fekk bólkurin sáttmála við eitt stórt plátufelag, Tokuma Japan Communications. Fram til juni 2009 hevur bólkurin útgivið níggju stakfløgur, sum allar eru væl móttiknar. Fyrst í 2012 fekk bólkurin eitt nýtt samstarv við Universal. Yasutaka Nakata hevur verið framleiðari hjá Perfume síðani 2003. Hann hevur eisini stovnað bólkin Capsule og stovnað plátufelagið Contemode. Upprunaliga post-shibuya-kei-ljóðið hjá Perfume broyttist til elektro og teknopopp, tá bólkurin kom í samstarv við stóra plátufelagið. Fyrrverandi gittaristurin í Megadeth, Marty Friedman, segði: "Bólkurin hevur havt ta størstu ávirkanina á japanska tónleikaídnaðin í 2008". Oftani verður Perfume samanborið við Yellow Magic Orchestra og Aira Mitsuki. Stovnanin. Bólkuri Perfume varð stovnaður í 2001 og teir upprunaligu limirnir vóru Ayaka "A-chan" Nishiwaki, Yuka "Kashiyuka" Kashino og Yuuka Kawashima. Eftir stutta tíð fór Kawashima úr bólkinum fyri at brúka tíð uppá lestur og var útskift við Ayano "Nocchi" Ōmoto. Navnið á bólkinum kemur frá tí japanska Kanji skriftmálssúmbolinum 香, sum merkir "angi", tað er í øllum nøvnunum hjá teimum upprunaligu limunum. Perfume var skrivað í hiragana "ぱふゅーむ" á teimum fyrstu stakfløgunum. Um hesa tíð hitti bólkurin dansilæraran MIKIKO, sum hevur arbeitt við bólkinum líka síðani. Tvær stakfløgur, "Omajinai Perori" og "Kareshi Boshūchū", vóru útgivnar í 2002 í avmarkari nøgd og einans seldar í Hiroshima gjøgnum plátufelagið Momiji. Í 2003 flutti bólkurin til Tokyo og fekk framleiðaran Yasutaka Nakata. Í 2004 vórðu 3 stakfløgur útgivnar: "Sweet Donuts", "Monochrome Effect" og "Vitamin Drop", sum allar vórðu givnar út á plátufelagnum Bee-Hive. Um hesa tíðina gav bólkurin sína fyrstu framførslu á palli og fekk skjótt nógvar fjepparar. Stórútgáva: "Complete Best". Tá Perfume kom í samstarv við stóra plátufelagið Tokuma Japan Communications, gav bólkurin út stakfløguna "Linear Motor Girl". Eftir at tvær aðrar stakfløgur vóru útgivnar, "Computer City" og "Electro World", skýrdi bólkurin seg sjálvan sum ein "framtíðar teknopoppbólk". Fyrsta plátan, "Perfume -Complete Best-," hevði seks tær seinastu stakfløgurnar og kom upp á 33. pláss á sølulistanum Oricon, tá hon fyrst kom út á marknaðin. Plátan kom upp á nr. 25, tá næsta plátan varð útgivin. Framhaldandi viðgangur. Størsta gjøgnumbrotið higartil er, at Universal, hvørs tónleikaframleiðsla hevur globalan týdning innanfyri sølu og marknaðarføring, nú hevur tikið Perfume undir sínar veingir. Fyri fyrstu ferð nakrantíð fór Perfume konsertferðir uttanfyri Japan í Ásiu í 2012. Perfume -Complete Best-. Perfume: Complete Best (útgivið sum Perfume ~Complete Best~) er tann fyrsta plátan (CD og DVD) hjá Perfume. ~Complete Best~ hevur stakfløgurnar "Vitamin Drop", "Linear Motor Girl", "Computer City" og "Electro World"; og hevur eisini tann nýggja sangin "Perfect Star Perfect Style". Einans "Sweet Donuts" og "Monochrome Effect" frá teirri stakfløgum er við í Perfume -Complete Best-. Tvær teir fyrstu stakfløgurnar, sjálvstøðugt útgivnar, eru ikki við. Pláten var fyrst útgivin í avmarkari nøgd tann 2. august 2006. Ein endurútgáva kom út 14. februar 2007 og hon kom á # 33 pláss á Oricon sølulistanum. Tann avmarkaða útgávan kom á # 66 pláss. Tá næsta plátan, Game, var útgivin í 2008, kom -Complete Best- á # 25 pláss. "Vitamin Drop" sangurin var nýttur til eina lýsingaherferð av Nintendo spælinum Densetsu no Stafy 3. Harstad. Harstad er ein býur og kommuna í Troms og Finnmark fylki í Noregi. Harstad kommuna hevur umleið 24 300 íbúgvar (2013), og er soleiðis næst størsta í Troms eftir Tromsø. Býlingar í Harstad eru Bergseng, Trondenes, Sama, Harstadåsen, Skaret, Sentrum, Heggen, Seljestad, Harstadbotn, Grønnebakkan, Gangsås, Stangnes, Åsby, Kanebogen, Medkila, Holtet, Breivika, Ruggevik og Kilbotn. Qin Shi Huang. Qin Shi Huang (kinesiskt: "秦始皇", pinyin: "Qín Shǐ Huáng", wade-giles: "Ch'in Shih-huang") (føddur november-desember 260 f.Kr. – deyður 10. september 210 f.Kr.) var kongur í Qin í Kina frá 247 f.Kr. til 221 f.Kr., og bleiv keisari í Kina. Hann varð føddur í Handan í Eysturkina 260 f.Kr. Gary Numan. Gary Numan (veruligt navn: "Gary Anthony James Webb", føddur 8. mars 1958 í London) er ein enskur sangari og tónleikari. Á sumri 1979, gjørdist Numan heimskendur við "Are 'Friends' Electric?", sum lá á toppinum á hitlistunum, og nakrar vikur seinni hendi tað sama við "Cars". Kendastu plátur: "Replicas" og "The Pleasure Principle". Ayano Ōmoto. Ayano Ōmoto (Japanskt: "大本 彩乃", "Ōmoto Ayano"), verur rópt "Nocchi" (のっち). Er sangari í japanska elektropop tónleikabólkinum Perfume. Nocchi var borin í heim og vaks upp í Hiroshima. Hon gekk á sjónleikara skúla í Hiroshima við vinum sínum og núverandi limunum í Perfume, Ayaka Nishiwaki og Yuka Kashino. Meðan Nocchi gekk í sangflokkinum fyri víðarikomin, so vóru Nishiwaki og Kashino í flokkinum fyri byrjarar. Í 2001 tók Nocchi plássi hjá tí upprunaliga triðja liminum Yūka Kawashima, sum fór úr bólkinum fyri at brúka sína tíð uppá lestur. J-pop. J-pop er stutt fyri japanskur pop-tónleikur. Hildesheim. Hildesheim er ein gamal býur í Norðurtýsklandi við ánna Innerste og hevur 103 804 íbúgvar (31.12.2016). Býurin er 92,17 km² til víddar. Søga. Fólk hevur búð har síðan um ár 700. Í meira enn 1100 ár hevur Hildesheim verið biskupssetur. Biskupssetrið hevur verið stovnað í 815. Tann fyrsta dómkirkjan varð bygd i 9. øld. Fram til 2009 eru nevndir 72 katólskir biskupar í Hildesheim. Hildesheim fekk keypstaðurrættindi í 1249 og gjørðist ein sera ríkur handilsstaður í miðøld. Um ár 1300 hevði Hildesheim umleið 5 000 íbúgvar, meira enn Berlin ella München. Í 1542 hendi siðaskifti í Hildesheim. Háskúlinn varð stovnaður í 1971. Átrúnaður. Meira enn 38 % av fólkinum hoyrir til ta evangelisku-luthersku kirkjuna og umleið 28 % hoyrir til ta katólsku kirkjuna. Hildesheim er katólskt biskupssetur. Jerúsalem. Jerúsalem ella Jorsalir (hebreiskt: "יְרוּשָׁלַיִם‎" ella "Yerushaláyim", arábiskt: "القُدس" ella "al-Quds") í Ísrael er heilagur býur hjá jødum, kristnum og muslimum. Innan fyri gamla býarmúrin er mesti halgidómur jødanna - Grátimúrurin, sum er tað einasta, ið er eftir av templi Sálamons. Tætt við Grátimúrin er Tempulfjallið, haðan islamski profeturin Muhammed fór til himmals. Heilagasti staðurin hjá teimum kristnu er kirkjan á heilagu grøvini, har Jesus varð gravsettur, og haðan hann reis upp frá deyðum. Tað var í Jerúsalem, at Jesus var krossfestur, og har doyði hann á Golgataheygnum, og tað var í Jerúsalem, at tann kristna kirkjan var stovnað fyrsta hvítusunnudag. Tað hevur tí staðist stríð um, antin jødar einsamallir skulu ognast henda bý, og fleiri mæla til, at hann kemur at vera ein altjóða býur. Fyrst í 1980-árunum tók ísraelska stjórnin avgerð um, at gera Jerúsalem til høvuðsstað Ísraels. Áður var Tel Aviv høvuðsstaður. Tel Aviv hevði verið høvuðsstaður síðani hin minniliga 14. mai 1948, tá ið Dávid Ben Gurion lýsti Ísrael sum sjálvstøðugt ríki. Albert II fúrsti av Monako. Albert II fúrsti av Monaco. Albert II (føddur "Albert Alexandre Louis Pierre Grimaldi" 14. mars 1958 í Monako) er sonur Rainier fúrsta av Monako og fúrstinnu Grace Kelly, ið var amerikansk filmssjónleikari, áðrenn hon giftist. Albert II, ið er ógiftur, tók við sum fúrsti av Monako eftir faðir sín 6. apríl 2005, tá hesin doyði. Hann hevur tvær systrar, Caroline prinsessa, ið er eitt ár eldri enn hann, og so Stephanie prinsessa, sum er sjey ár yngri enn hann. Albert II fúrsti av Monako, sum gjørdist fúrsti tann 6. apríl í 2005, kom til Føroyar 21. juli 2009. Leiðin av flogvøllinum var løgd beinleiðis til Sandavágs, har fúrstin vitjaði í elstu húsunum í Sandavági (Húsini hjá Niels Jacob), sum Bjørn Kunoy nú eigur. Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri og Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága Kommunu, heilsaðu uppá fúrstan. Vága kommuna gav honum eina troyggju í gávu, troyggjan er gjørd hjá Guðrun og Guðrun. Albert II fúrsti av Monako heilsaði uppá fólk í Sandavági, sum vóru komin at síggja fúrstan. Tá ið klokkan var farin væl av 8, fór Albert II fúrsti av Monako umborð á Norðlýsið, sum lá á Sandavági. Norðlýsið setti kós móti Trøllkonufinguri og haðani undir Hestoynna. Gunvá við Keldu. Gunvá við Keldu (fødd 1966) var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu frá 1. januar 2009 til 31. desember 2012. Hon varð afturvald á býráðsvalinum í november 2012, men gjørdist ikki borgarstóri. Gunvá við Keldu er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Hon er útbúgvin grafonom og hevur í eitt áramál rikið sína egnu fyritøku. Áðrenn hon frá ársbyrjan 2009 tók við sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, hevði hon í 8 ár arbeitt sum stjóri í sniðgevingsfyritøkuni Vasti. Gunvá er dóttir Jógvan við Keldu, sum var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu 1981-89 og 1993-2000. Gunvá er býráðslimur fyri Fólkaflokkin. Hon varð fyrstu ferð vald inn í Klaksvíkar Býráð fyri valskeiðið 2004-2008, har hon sat sum forkvinna í mentanarnevndini. Racibórz. Racibórz er ein býur í Póllandi, sum hevur umleið 55.818 íbúgvar (2014). RTP Unia Raciborz er eitt fótbóltsfelag frá Racibórz fyri kvinnur, tær spæla í Ekstraliga. Tær hava vunnið fimm pólsk meistaraheiti og hava luttakið í UEFA Women's Champions League. Bátur. Bátur er far til at rógva við árum ella til at sigla við segli ella motori. Nøvnini á báti eru mong. Sí t.d. orð um borð á heimasíðuni hjá. Kappróðrarbátur. Kappróðrarbátur er bátur til at rógva kapp við. Nøvnini á kappróðrarbáti eru mong. Sí t.d. á heimasíðuni hjá Róðrarfelagnum Knørri. Bólkaðir eftir stødd. Tambar er 20 føtur til støddar. Tað eru fleiri sløg av kappróðrarbátum. Í Føroyum er træbáturin ikki broyttur so nógv síðan Víkingatíðina. Tó eru smávegis broytingar. Ein kappróðrarbátur skal vera lættur og smidligur, so hann kann rógva so skjótt sum gjørligt, fyri at vinna. Bátar sum skulu brúkast til útróður eru ikki smíðaðir til at verða skjótir, og eru tí ikki heilt meinlíkir kappróðrarbátunum. Í Føroyum er 5-mannafarið tann kappróðrarbáturin sum verður mest brúktur. Seinastu árini hevur barnaróður í 5-mannaførum verið fastur táttur á stevnunum, børnini eru í aldrinum 12-14 ár, rógvarin skal fylla millum 12 og 14 ár tað álmanakkaárið, sum róð verður, tó skal róðursmaðurin vera í minsta lagi 18 ár. Umframt børn rógva eisini gentur, dreingir og kvinnur í 5-mannaførum, hvørt kyni fyri seg. Gentur og dreingir eru í aldrinum 14-18 ár. Kvinnurnar eru yvir 18 ár. Í 6-mannaførum rógva menn fyri seg og kvinnur fyri seg. Tó kann róðursmaðurin vera av hinum kyninum. 8-mannafarsróðurin og 10-mannafarsróðurin er bert fyri menn. Ein róðursmaður er í hvørjum báti. Annars sita róðurfólkini lið um lið á bekkunum, tvey á hvørjum bekki. 6 persónar rógva í 5-mannaførunum og í 6-mannaførunum. 8 mans rógva í 8-mannaførunum og 10 mans rógva í 10-mannførunum. Róðrarbátur. Róðrarbátur er far til at rógva við. Nøvnini á róðrarbáti eru mong. Sí t.d. á heimasíðuni hjá Róðrarfelagnum Knørri. Sydney, Nova Scotia. Sydney er ein býur í Nova Scotia í Eysturkanada. Sydney hevur umleið 25.000 íbúgvar. Býurin er størsti býur á oynni Cape Breton Island. Í Sydney halda tey tað vera skemtiligt, at fólk javnan koma hagar og halda seg vera í Avstralia. Gary McKinnon. Gary McKinnon (føddur 10. februar 1966 í Glasgow, Skotland) varð í 2002 tikin fyri at hava hakkað seg bæði inn í telduskipanina hjá Pentagon og eisini hjá NASA. Hetta gjørdi hann í íbúð sínari í London. Tað byrjaði um veturin í 2001. McKinnon, sum tá var 36 ára gamal, sat í íbúð síni í London og royndi at finna prógv fyri, at UFO eru veruleiki. Hann var arbeiðsleysur um hetta mundi, so hann nýtti alla tíð sína til hetta. Honum eydnaðist at koma sær inn í skipaninar hjá bæði NASA og Pentagon, men hann hevði ikki í hyggju at gera skaða, sigur hann. Hann vildi bert finna prógv fyri, at UFO-ar eru til. Í tíðarskeiðnum frá februar 2001 til mars 2002 hevur Gary McKinnon hakkað seg inn í 97 hernaðarteldur, skannað 73.000 teldur hjá skrivstovufólki í amerikansku umsitingini og oyðilagt fleiri terminalar hjá amerikansku sjóverjuni. Hann legði altíð eina heilsan á teldurnar. Heilsanin var henda: «Your security is really crap!». Stuðlar McKinnons vísa á, at hann hevur Aspergers syndrom og er sera intelligentur. Hansara ovurstóri áhugi fyri UFO er eisini ein avleiðing av sjúku hansara. USA krevur at fáa Gary McKinnon útflýggjaðan og dømdan 60 ára fongsulsrevsing fyri at hava brotið seg inn í telduskipanina hjá Pentagon. Kulusuk. Kulusuk er ein bygd í Eysturgrønlandi. Kulusuk varð grundløgd í 1909. Í dag búgva 320 fólk í bygdini (august 2009). Navnið Kulusuk merkir»bakið á einum fugli«. Kulusuk er kend fyri sín flogvøll, sum er loftvegis sambandið ímillum Eysturgrønland og umheimin. Madeleine prinsessa av Svøríki. Madeleine (fødd 10. juni 1982 í Drottningholm) er triðja og yngsta barnið hjá Carl Gustafi kongi og Silviu drotning og triðja í røðini at arva svensku trónuna eftir systkini Victoriu krúnprinsessu og Carl Philip prins. Madeleine hevur prógv frá lærdum háskúla í listasøgu, fólkalívsfrøði og nútíðarsøgu. Hon er hertuginna av Gästrikland og Hälsingland. Eunice Kennedy Shriver. Eunice Kennedy Shriver (10. juli 1921 í Brookline, Massachusetts – 11. august 2009 í Hyannis, Massachusetts) var ein av limunum í kendu Kennedy familjuni í USA. Hon var systir John F. Kennedy, forseta, og virkaði nógv fyri at bøta um korini hjá fólki við likamsbreki. Sipað verður til, at Eunice í 1968 fekk í lag serstakar olympiskar leikir fyri likamsbrekað. Hon byrjaði leikirnir í Maryland á bóndagarði hennara í 1962. Leikirnir vóru tá nevndir Camp Shriver. Seks ár seinni gjørdist hesir leikir til Paralympisku Leikirnir. Eunice Shriver var í miðjum systkinaflokki av teimum tilsamans níggju børnunum hjá Rose og Joseph P. Kennedy. Ein ætt, sum í 20. øld hevði stórt politiskt vald í USA. Umframt John F. Kennedy, sum varð valdur til amerikanskan forseta í 1960, og sum varð skotin í 1963, var Eunice systir til senatorarnar Robert Kennedy og Edward Kennedy. Robert Kennedy royndi í 1968 at gerast forseti, men varð myrdur. Edward Kennedy, sum fekk krabbasvull á heilan og doyði í 2009, verður roknaður sum ein av leyvunum í Demokratiska Flokkinum. Hann hevur sum politikari virkað nógv fyri at bøta um heilsuumstøðurnar hjá fólki. Við at stovna serstakar olympiskar leikir fyri brekað, var Eunice Shriver somuleiðis virkin á heilsuøkinum. Og hon royndi eisini at bøta um umstøðurnar hjá menningartarnaðum – eitt arbeiði, hon helt á við til hon var farin langt um tey fýrs árini. Eunice Shriver var vermóðir til Arnold Schwarznegger (R), sum var guvernørur í Kalifornia frá 2003 til 2011. Tað vóru næstingarnir hjá Eunice Shriver Kennedy, sum 11. august 09 góvu boðini um, at hon var deyð, 88 ára gomul. Hon doyði í Hyannis í Massachusetts, sum er tætt knýttur at Kennedy-ættini. Heimurin minnist hana mest fyri ídna virksemið at bøta um korini hjá likamsbrekaðum fólkum. Virksemi hennara broytti korini hjá hundraðtals miljónum fólkum í øllum heiminum. Maður hennara Sargent Shriver doyði í januar 2011. Eunice Kennedy Shriver var 88 ára gomul tá hon doyði. Oscar Arias. Oscar Arias ella Óscar Rafael de Jesús Arias Sánchez (f. 13. september 1940 í Heredia, Kosta Rika) er fyrrverandi forseti í Kosta Rika. Tann 72 ára gamli Oscar Arias fekk í 1987 Friðarheiðursløn Nobels fyri ídna arbeiði sítt fyri friði í Miðamerika. Í seinastuni hevur hann verið semingsmaður millum frákoyrda forsetan í Honduras, Manuel Zelaya, og nýggju stjórnina í landinum. Huang Xianfan. Huang Xianfan (kinesiskt: 黄現璠/黄现璠; 13. november 1899 í Fusui – 18. januar 1982 í Guilin) var kinverskur sagnfrøðingur og professari. Lívssøga. Huang Xianfan varð føddur suðuri í Qusi í Fusui í 1899. Hann vaks upp og gekk í skúla við Qusi. Og hann tók preliminerprógv í Nanning í 1926. Las við Beijing Lærari Universitet (1926-1935) og hann tók í 1935 søgu studentsprógv. Árini 1935-1937 fór hann til skips við Japan og las við Tokyo Universitet, og tók cand. Hann var søgu lærari í Nanning (Nanning er býur í Kina) 1937 til 1. august 1938. Hann í 1938 fór í starv sum lektari á Guangksi Universitet. Í 1941 varð hann tilnevndur professari í almennari søgu á Sun Yatsen Universitet (1941-1942). Í 1943 varð hann tilnevndur professari í almennari søgu á Guangksi Universitet til 1. oktober 1953. Í 1954 varð hann tilnevndur professari í almennari søgu á Guangksi Lærari Universitet til januar 1982. Şalom. Şalom (hebreiskt: "שָׁלוֹם‎", føroyskt: "اFriður") er eitt turkiskt-jødisk vikublað ið byrjaði virksemi sítt 29. oktober 1947 í Istanbul, Turkaland. Şalom kemur út einaferð um vikuna. Stjórin í Şalom eitur Yakup Barokas. Demokratia. Demokratia arbeiðir fyri øktum kvinnuligum leikluti í politikki. Nevndin var sett á stovn í 2006, og hevur síðani miðvíst arbeitt við tiltøkum fyri at menna kvinnuumboðanina í føroyskum politikki. Amnesty International. Amnesty International er ein heimsumfatandi mannarættindafelagsskapur, sum er grundaður á Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi frá 1948, og aðrar altjóða góðkendar samtyktir um mannarættindi. Alt byrjaði í 1961 tá enski sakførarin, Peter Benenson, las eina grein um tveir portugisar. Hesir høvdu skálað fyri frælsi, og tað kostaði teimum tvey ár í fangaskapi. Hetta fekk bikari hjá Peter Benenson at flóta yvir. Benenson skrivaði tí greinina "The forgotten prisoners" í The Observer. Greinin snúði seg um, hvussu ósek fólk verða fongslað, pínd og avrættað vegna sannføring teirra. Peter Benenson heitti á lesararnar um at luttaka í einum átaki "Appeal for Amnesty 1961". Endamáli var at leggja trýst á stjórnir, ið framdu brot á mannarættindi. Undirtøkan gjørdist so góð, at hetta var byrjanin til altjóða felagsskapin Amnesty International. Endamálið hjá Amnesty International er lýst í viðtøkunum, sum vóru endurskoðaðar á ICM, altjóða aðalfundinum, í Dakar í august 2001. Irene Khan úr Bangladesj er aðalskrivari felagsins. Á altjóða heimasíðuni hjá Amnesty finst nógv tilfar um mannarættindastøðuna kring heimin. Steven Seagal. Steven Seagal (f. 10. apríl 1952 í Lansing, Michigan) er ein amerikanskur sjónleikari. Hann er kendur frá 80unum og 90unum fyri filmar sum Nico, Hard to Kill og Under Siege. Men síðan 2002 eru allir filmar við honum farnir beinleiðis út á DVD. Seagal hevur eisini roynt seg sum bluesgittarleikara, men hetta eydnaðist honum ikki væl. Eisini hevur hann arbeitt eitt sindur sum politistur í heimstaði sínum New Orleans, Louisiana. Av ókendari orsøk segði Seagal nei til at vera við í The Expendables, ið var ein filmsverkætlan, ið hevði til endamáls at sameina eina rúgvu av kendum actionleikarum frá 80unum, so sum Sylvester Stallone, Dolph Lundgren, Mickey Rourke, Arnold Schwarzenegger og Bruce Willis. Krabbameinsfelagið. Krabbameinsfelagið varð stovanð í januar 1979 og æt inntil mei 2009 "Føroya Felag móti Krabbameini". Stigtakari var Lions felagið í Tórshavn eftir uppskoti frá lionsmanninum Bjarna og konu hansara Sannu Dahl Niclasen. Felagið hevur í dag umleið 1.500 limir. Felagið hevur ráðgevingarstovu, og kunnu krabbameinssjúklingar og avvarandi seta seg í samband við ráðgevingarstovuna og fáa ráð, leiðbeining og stuðul. Krabbameinsfelagið veitir stuðul og hjálp til fólk við krabbameini og/ella avarandi teirra til at byrja í sjálvshjálparbólki. Endamálið við slíkum bólkum er, at hesi fólk koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør øðrum, - veita hjálp til sjálvhjálp. Í felagnum eru fýra fastir sjálvhjálparbólkar: "Stomi-bólkur", "Foreldrabólkur at børnum við krabbameini", "Bólkur fyri kvinnur, sum hava - ella hava havt - krabbamein í undirlívinum" og bólkur nevndur "Bót til bata". Felagið verður annars stýrt av eini 5-manna, ið er samansett av læknum, sjúkrasystrum, fyrrverandi krabbameinssjúklingum og avvarandi. Fosturforeldrafelagið. Fosturforeldrafelagið varð stovnað tann 25. november í ár 2000 í býráðshúsinum í Tórshavn. Tað varð sett ein nevnd, sum taldi fimm limir. Fosturforeldrafelagið hevur virkað í nøkur ár. Hesa tíðina hava nevndarlimirnir verið sera virknir í felagnum. Endamálið hjá felagnum er at stuðla fosturforeldrum í teirra arbeiði við fostur/umlættingarbørnum teirra. Upprunin til, at felagið varð stovnað byrjaði fyri umleið 10 árum síðani, tá ið Sosiala deild í Tórshavnar samlaðu øll teirra fosturforeldur í kommunini til ein fund. Endamálið við fundinum var at býta fosturforeldrini í nakrar bólkar, sum skuldu samlast av og á, fyri at tosa um, hvussu umstøðurnar hjá fosturforeldrunum kundu betrast. Hetta, at fosturforeldrini kundu hittast og tosa um viðurskifti, sum tey høvdu við at gera, hildu øll vera eitt sera gott tiltak. Bólkarnir hittust javnan í nøkur ár, men síðani vóru tað fleiri bólkar, sum hildu uppat at hittast. Tann eini bókurin, sum ikki gavst, gjørdi av, at neyðugt varð at stovna eitt felag, sum kundi arbeiða málrættað fyri umstøðunum hjá fosturforeldrunum. Í felagnum eru umleið 80 limir. Til aðalfundirnar koma vanliga um 30 limir. Blái Krossur. Blái Krossur Føroya er ein kristiligur fráhalds- og hjálparfelagsskapur, hvørs limir hava valt fullkomið fráhald til tess at vísa virðing og samanhald móti teimum, ið hava verið og/ella eru misnýtarar av rúsandi løgi. Upprunan til Bláa Kross finna vit í Sveis, har presturin Louis Lucien Rochat, eftir at hava hitt mong, ið vóru bundin av rúsdrekka, kendi seg kallaðan at byrja eitt hjálpararbeiði millum misnýtarar í 1877. Í dag er blákrossarbeiði í fleiri enn 50 londum, serliga í Evropa og í Afrika. Blái Krossur byrjaði arbeiði sítt í Føroyum 18. november í 1904. Blái Krossur Føroya, sum er ein grein av Altjóða Blákrossarbeiðinum, virkar út frá fólkakirkjunnar evengeliska-lutherska grundarlagi, har dentur verður lagdur á gleðiboðskapin um Guds kærleika til okkum menniskju, ta kristnu siðalæruna og skyldu okkara at elska hvønn annan, og hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Flestu limir eru knýttir at staðbundnum blákrossfeløgum kring landið, har skipað verður fyri fundum og øðrum tilboðum um kristnan felagsskap í rúsfríum umhvørvi. Umframt tað fyribyrgjandi arbeiðið, við m.a. verkætlanini Børn í vanda, eigur og rekur Blái Krossur Føroya viðgerðarstovnin Blákrossheimið, Kafé Blákrossstovuna, 3 búfelagsskapir og Blákrossbúðina. Tað eru umleið 20 lønt og 100 ólønt starvsfólk í felagsskapinum. EBillett.fo. eBillett.fo er ein billettsøla, har til ber at keypa billettir til ymisk føroysk tiltøk. Tænastan varð stovnað í 2009 av Halgir Winther Nagata, sum seldi hana í 2012. IWork. iWork er officepakkin hjá Apple. Við hesum pakkanum kanst tú arbeiða við Word, Excel og PowerPoint. Adobe. Adobe ("Adobe Inc.") ger forrit til framleiðslu- og tænastuvinnuna og er førandi innan video-, mynda- og ljóðviðgerð. Millum víðagitnu forritini hjá Adobe eru til dømis Photoshop, Acrobat, Illustrator og Premiere Pro. Adobe hevur høvuðsskrivstovu sína í San Jose, Kalifornia. Felagið varð stovnað í 1982 í Mountain View í Kalifornia, USA. Líkklæði í Torino. Líkklæðið í Torino er heimsins mest granskaði fornfrøðiligi lutur. Í 1978 fingu granskarar loyvi at taka royndir og myndir av klæðinum. Í eini trý ár nýttu umleið 400 granskarar samlað umleið 250.000 tímar at granska líkklæðið. Líkklæðið er eitt línklæði av lørift. Støddin 1,14 x 4,42 metrar, vovið í einum serligum mynstri, sum var kent í Miðeystri á Jesusar tíð. Líkklæðið hevur eina mynd av einum manni, sum hevur ligið á teirri eini síðuni á klæðinum. Hin síðan hevur verið samanløgd yvir høvdið á honum. Tað er tí ein mynd av bæði mansbaki og andliti. Myndin av manninum er ein skuggalíknandi mynd uttan greiðar linjur. Í 1898 fekk ólærdi myndamaðurin Secondo Pia eina óvæntaða gleði, tá ið hann stóð við einum negativi, eftir at hava tikið eina mynd av klæðinum, tað var nevniliga ein positiv. Hann varð tá greiður yvir, at talan var um eitt speglvent negativ. Sæð frá einum natúrvísindaligum sjónarhorni, er tað enn ein gáta, hvussu myndin er íkomin, og enn í dag hevur ikki verið gjørligt at endurskapa líknandi mynd. Sniðið á líkklæðnum er millum 174 og 183 cm til longdar. Tað eru millum 90 og 120 merki av koyrlasløgum. Afturrokningar geva greiðar ábendingar, tí hesi merki hava somu mát sum tann rómverski koyrilin “flagrum plumbatum”. Tað eru eyðkendar blóðstrípur á høvdi, hondum og í høgru bringu. Blóðið er mannablóð. Máti á sárinum á bringuni, er áleið tað sama sum á einum rómverskum spjóti. Millum annað, ið eru funnið saman við klæðinum, eru blómupollen frá plantu, sum er sera sjáldsom uttan fyri økið í Suðurísrael. Somuleiðis er blómpollen funnið, ið er frá teimum støðum, harí klæðið allarhelst hevur verið í varðveitslu í longu søguni hjá klæðinum. Á eygunum finnast avrit av myntum. Ein granskari hevur funnið 74 støð, ið vísa avrit av myntum í líkklæðinum. Hesar mynturnar samsvara við ein “prutah”, ið varð nýtt av Pointius Pilatus í árunum 29 til 32 e. Kr.. Í 1979 vóru tað tiknar royndir, við klistribandi, av tí skarni og dusti, ið enn sat á klæðinum. Tað vísti seg, at ein sjáldsamur límsteinur (harður kálksteinur úr jarni og strontium) varð funnin við føturnar, ella í niðara partinum av líkklæðinum. Tað einasta staðið, har funnið er líknandi evni við somu samansetingum, er í Jerúsalem umráðnum. Tann 21. apríl 1988 klipti granskarin Giovanni Riggi nakrar fersentimetrar av einum horni á líkklæðinum. Tríggjar ymiskar kanningarstovur funnu, við hjálp av kolstof-14 mátingarháttinum, útav, at klæðið, við 90 prosent trygd, var frá árunum millum 1260 og 1390. Granskarin, Edward Hall, frá universitetinum í Oxford, endaði framløguna av úrslitinum við orðunum: “Vit hava víst, at líkklæðið er svik. Ein og hvør, sum er ósamdur við okkum, hoyrir til tann bólkin, ið enn trýr, at jørðin er fløt”. Niels Svensson vísir á fleiri viðurskifti, ið gera, at tað úrslitið er ónýtiligt. Tann týdningarmesta atfinningingin, er, at tann royndin, av líkklæðinum, ið tíðarrokningin er gjørd av, er eftir øllum at døma klipt úr einum plaggi, ið er vovið inn í líkklæðið í miðøldini, altso eitt stykki, ið seinni er vovið uppí klæðið fyri at umvæla tað. At klæðið, gjøgnum sína ivasomu og baldruta søgu, bæði hevur verið úti fyri eldi og vorðið kókað í linolju, eru viðurskifti, ið gera kolstof-14 mátingarháttin sera óvissan. Tey, sum ynskja at próvføra, at líkklæðið er framleitt í miðøldini, hava eina stóra avbjóðing. Tann, ið ynskir tað, skal gera øðrum sannlíkt, at ein listamálari í 13. øld kendi til eina tøkni, sum eingin í dag er mentur at gera honum eftir. Hann skuldi arbeiða á ein hátt, ið ikki var kendur tá – og so enntá í einum negativi, sum annars var eitt ókent hugtak. Hann skuldi vita nakað um blómupollen og steinasløg. Hann skuldi eisini vita, at í eini krossfesting vóru sjálvir naglarnir drignir ígjøgnum handliðin og ikki ígjøgnum lógvan. Hann hevði eisini verið noyddur at vitað nakað um myntuna, ið Pilatus nýtti og breiddina á einum rómverskum spjóti. Hann skuldi enntá minnast til stívleikan á einum líki, og at beinini tí skuldi verða boygd, osfr. osfr. ja, listin er langur. Memotekið. Memotekið er ein nýggjur føroyskur dansistuttfilmur, sum Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre hava stjórnað og framleitt. Filmurin hevur 2 frumsýningar tann 29. apríl í samband við altjóða dansidagin. Ein sýning verður í Norðurlandahúsinum, og ein sýning verður á Cinematekinum (Det Danske Filminstitut) í Keypmannahavn. Filmurin verður eisini sýndur í ávikavist Ålborg og Århus tann 2. mai. Memotekið er ein eksperimentellur dansi-stuttfilmur, har dansur í minimalistiskum formi verður settur í kontrast til ta ríku og villu føroysku náttúrumyndina. Filmurin er tikin upp við Super8-tóli og gevur hetta filminum eitt ævintýrakent og surrealistiskt sermerki. Dansifilmar eru enn eitt sera nýtt og ungt fyribrigdi, og Memotekið er eitt alternativt boð uppá, hvat ein dansifilmur er og kann rúma. Jens L. Thomsen hevur gjørt tónleik til filmin. Dansarar eru Kristina Sørensen Ougaard og Matilde Wendelboe Dresler. Atlantic Rhapsody - 52 scener fra Tórshavn. Atlantic Rhapsody er heimsins fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmur, ein sonevndur no-budget filmur og kostaði bert 1,7 milliónir at gera. Úti við 200 leikarar og onnur arbeiddu ólønt til tess at filmurin kundi gerast veruleiki. Tað er Katrin Ottarsdóttir, sum hevur leikstjórnað filmin og skrivað leikhandritið, Blue Bird Film framleiddi filmin. Filmurin varð frumframsýndur í 1989 og útgivin í 1990. Tá filmurin var sýndur í Leikhús Bio, sló hann øll áskoðaramet og yvirhálaði bæði Rambo og Karen Blixen-filmin "Out of Africa". Tey leikandi vóru: Páll Danielsen, Erling Eysturoy, Elin K. Mouritsen og Katrin Ottarsdóttir. Tónleikin gjørdi Heðin Meitil. Filmurin varar í 75 minuttir. Barbara (filmur). Barbara filmurin hevði frumframsýning í 1997 og var tá tann dýrasti filmur, ið nakrantíð var framleiddur í Danmark – ella í danska kongaríkinum. Nils Malmros nýtti føroyskar leikarar í minni leiklutir, eitt nú Høgna Jóhanson og Erling Eysturoy. Partar av filminum vóru tiknir upp nirði í Keypmannahavn á Hólminum, og har vóru nógvir føroyingar við sum statistar. Barbara var tá einasti stórfilmur, ið var upptikin í Føroyum og filmsframleiðarar høvdu ávísar trupulleikar. Nógv viðurskifti vóru ring at hava tamarhald á. Skiftandi veður, skiftandi ljóssetingar og alt tað, ið føroyingar eru so vanir við. Malmros vann eina Robert heiðursløn fyri Barbaru. Filmurin varð seinni gjørdur til eina sjónvarpsrøð í tveimum pørtum. Skaldsøgan Barbara hjá Jørgen-Frantz Jacobsen kom á prent í 1939. Søgan snýr seg um eina vandamikla femme fatale, Barbara. Søgan fer fram í tíðarskeiðinum 1746-1766 og Nils Malmros setti sær fyri at filmatisera skaldsøguna. Super Size Me. Super Size Me er ein filmur sum varð gjørdur í 2004. Filmurin byrjar við, at filmsskaparin Morgan Spurlock setur sær fyri, at liva av McDonald's mati í ein mánað. Filmsliðið fylgir Morgan hendan mánaðin. Hann etur McDonald's mat, til hvørja máltíð, hvønn dag. Tað er eyðsýnt at snarføði-matur ikki er heilsugóður matur og læknarnir øtast um, hvussu skjótt kroppurin hjá Morgan forfellist. Forsøgskaninin er til læknakanningar regluliga, og hann fær at vita, at livurin møguliga er við at fáa ólekjandi skaða, 3 vikur inn í filmin, men hann velur at halda á. Psykiskt broytist Morgan eisini, hann sveiggjar og skiftir sinnalag, um hann ikki etur ofta. Samrøður við baklandið hjá honum verða eisini vístar, eitt nú við konu hansara, ið er veganari. Super Size Me gevur hyggjaranum eitt ræðandi innlit í amerikanskari snarføði mentan. Pixar. Pixar (merkir "mynd" á sponskum) var upprunaliga ein triðingur av teldu deildina hjá Lucasfilm. Deildin samstarvaði við, víðagitnu, special effects deildina ILM (Industrial Light and Magic) hjá Lucasfilm. Serliga vóru tað filmar, sum og Young Sherlock Holmes, ið arbeitt var við. 1985 var eitt trupult ár hjá Lucasfilm. Inntøkurnar vóru minkandi og fyritøkan hjá George Lucas var trýst fíggjarliga. Steve Jobs var stovnari av Apple, men valdi at seldi sín part av Apple í 1985. Hann leitaði eftir einari nýggjari verkætlan og Jobs keypti teldudeildina hjá Lucasfilm árið eftir, í 1986. Felagið bleiv doypt "Pixar". Upprunaliga var Pixar ein deild, ið framleiddi (high-end) forrit. Hesi vóru nýtt til at gera teldu animering. Tað vóru tó fleiri starvsfólk, ið droymdu um at gera animeraðar filmar. Ein teirra var John Lasseter, hann hevði leingi framleitt stuttfilmar. Summir stuttfilmar vóru nýttir, sum partur av reklamu fyri animatiónsforritini hjá Pixar. Marknaðurin fyri hesi forrit var tó ov lítil og húsagangurin nærkaðist. Neyðugt var at vinna pening og Lasseter byrjaði, saman við samstarvsfelagar, at framleiða reklamufilmar fyri onnur feløg. Hetta eydnaðist væl og Disney sá møguleikarnar í teldugjørdum filmum. Í 1991 bílegði Disney 3 filmar, fyrsti filmur skuldi á marknaðin í 1995. Hóast eigarin Steve Jobs var trýstur fíggjarliga valdi hann at halda á fram og gera filmarnar. Hetta var ein góð avgerð. Fyrsti filmar æt Toy Story, ið legði 530.000.000 $ eftir sær. Hava hesir samanlagt vunnið 22 Academy Awards og meira enn 3.2 mia $ eru tæntir inn. Hetta er methøgt í Robin Hood. Robin Hood hevur verið ein partur av Hollywood síðani 1938, men søgan um bogaskjúttan og uppreistrar sinnaða bretan, er nógv eldri enn so. Tað fyrsta man veit um Robin Hood, stavar frá yrkingina piers plowman úr seinnu helvt av 14. øld. Shakespear nýtti eisini navn hansara, men óvist er, um hann veruliga hevur verið til. Nógvir serfrøðingar vilja vera við, at Robin er ein íspunnin persónur. Serliga varð hann nógv nýttur í romantiska tíðarskeiðinum, innan bókmentir. Nógv gomul ongsk kvæði røða um hann og menninar hansara. Í filmhøpi hava nógvir hava haft leiklutin, sum Robin. Errol Flynn hevði leiklutin í 1938 og Kevin Costner aftur í, ið helst er kendasti filmur, um harra Hood. Nina Hagen. Nina Hagen (f. "Catharina Hagen" 11. mars í 1955) er ein songkvinna úr Týsklandi. Nina Hagen er upprunaliga úr gamla Eysturtýsklandi. Hon gjørdist kend í sjeytiárunum. Fyrst sum slagarasongkvinna. Men seinni skifti hon stíl, og síðst í sjeytiárunum og øll áttatiárini var hon rættiliga nógv frammi sum punksangari. Seinastu árini hevur henni eydnast rættiliga væl at syngja big band tónleik. Hon er kend um allan heim sum punkrokk songkvinna við stórfingnum og ógvusligum pallframførslum sum vørumerki. Hagen hevur fyrr fingist við hinduismu og trúgv á UFO, men hon er nú sannførd um, at hon hevur funnið andaliga heim sítt í Jesusi. Hesum greiðir hon frá í samtalu við týsku avísina Bild. Svartbakur. Svartbakur (frøðiheiti - "Larus marinus"), vanliga nevndur bara bakur, er størsti fuglur av másasløgunum. Á kápuni er hann dimmgráur. Hann eigur víða um í norðanlondunum. Reiðrið er stórt, men heldur óvandaliga gjørt. Ofta er tað í homrum ella rókum millum hamrar, men stundum á sløttum haga, helst ikki langt frá fuglabjørgum. Klekingartíðin er 28 dagar. Dúnungin líkist likkuunga. Svartbaksskurin er nógv bleikari enn másaskurin og likkuskurin, og hann hevur ikki fingið sín fullkomna lit fyrr enn 4ða ella 5ta árið — til dømis er hin reyði bletturin á nevinum svartur til 5ta árið. Har, sum bakur eigur, vilja aðrir fuglar ikki fáa sær bústað, tí hann etur bæði egg og ungar teirra, hann drepur eisini smálomb, og tí hava føroyingar roynt at avoyða hann. Nú eru so fáir eftir, at tað sæst lítið ella einki til spellið, teir gera. Føroyahávur. Føroyahávur (frøðiheiti - "Scymnodon obscurus"; en.: "Smallmouth velvet dogfish", fr.: "Squalegrogneur quene échancré", ís.: "Færeyjaháfur"). Føroyahávur kann gerast í minsta lagi 80 cm langur. Hann er botnfiskur og miðsjóvarfiskur, úr 200 m og djúpari. Tað er óvist, hvussu djúpt hann fer, men møguliga niður á 1450 m. Hann hevur tvær smáar ryggfjaðrar og lítlan pík framman fyri ryggfjaðrarnar. Tann fremra situr mitt á kinum. Hin aftara er heldur størri enn tann fremra og kemur ikki aftur móti stertinum. Hann hevur smalar uggafjaðrar, sum ikki røkka aftur til fremru ryggfjøður. Miðjan á búkfjaðrafestunum situr undir fremra enda á aftaru ryggfjøður. Sterturin er stuttur við stórum, rundum skarði millum ovara og niðara stertablað. Høvdið er um 23 % av heildarlongdini. Hann hevur 5 smáar táknarivur framman fyri uggafjaðrarnar. Gronin er eitt sindur longri enn kjaftbreiddin. Hann er smidligur fiskur. Miðjan á fremru ryggfjøðurini er mitt á fiskinum. Aftari endi á búkfjaðrafestinum er mitt undir aftaru ryggfjøður. Íslendskir fiskifrøðingar góvu hesum hávi navnið "færeyjaháfur". Gráhávur. Gráhávur (í slættuhávaættin) (frøðiheiti - "Galeorhinus galeus"; da.: "Gråhaj", en.: "Tope shark" ella "School shark", fr.: "Requin hâ – Milandre", ís.: "Gráháfur", no.: "Gråhai", tý.: "Hundshai") verður upp í 2 metrar, men vanliga ikki størri enn 150 cm. Hann er uppsjóvar- og botnfiskur, úr vatnskorpuni niður á 50 metra dýpi. Gráhávur er myrkagráur á bakinum, ljósari um síðurnar og næstan hvítur undir búkinum. Hann kann eisini vera stálgráur ella brúnur-ljósabrúnur á bakinum. Hann er mjáur og smidligur hávur við longum spískum høvdi, ið er umleið 20 % av heildarlongdini. Gráhávur hevur tvær ryggfjaðrar, báðar tríhyrntar. Tann fremra er væl størri enn aftara. Fremri endi hennara er uppi yvir innara horni á uggafjøðurini. Aftara ryggfjøðurin og gotfjøðurin eru eins stórar. Uggafjaðrarnar eru stórar og tríkantaðar. Gráhávur hevur fimm smá táknaop, og andahol aftan fyri eygað og tríkantaðar "hávatenn", sum eru eins í báðum kjaftum. Hann hevur eygnalok. Stórt skarð er inn í stertin, og sterturin er nakað upprendur. Lítið sæst til strikuna. Hann er smidliga vaksin, hevur gotfjøður og andahol og hevur ikki "kjøl" á síðunum á klingruni. Hjá føroyingum hevur hann ikki vinnuligan týdning. Útbreiðsla. Undir Føroyum er hann skrásettur eina ferð. Hann er fingin suður av Munkagrunninum mitt í 1980-árunum. Er annars frá Tróndheimsleiðini og suðurlandinum í Íslandi til Asoroyggjarnar. Í Indiahavinum við Suðurafrika. Í Miðjarðarhavinum, vestarumegin í Suðuratlantshavinum og í Kyrrahavinum. Rúni Seloy. Rúni Seloy (f. 6. februar, 1994 í Keypmannahavn) er føroyskur rennari. Hann hevur m.a. vunnið 4 danmarkmeistaraheiti og føroyameistaraheiti uml. 15 ferðir. Rúni rennur í felagnum, "Bragdið". 2008. Í august, 2008, gjørdist Rúni Seloy tvífaldur danmarksmeistari fyri dreingir 15 ár. Hann vann 800 meturin við tíðini 2.04,93 og 1500 metrar við tíðini 4.20,49 min. 2009. Í februar 2009 gjørdist Rúni Seloy danmarkmeistari hjá dreingjum 14-15 ár, tá hann vann 800 metra teinin við tíðini 2.06,68 minuttir. Talan var um DM kapping í frælsum ítrótti fyri ung í Skive. DM 2010. Rúni Seloy vann gull í 800 metra teininum í innandura Danmarksmeistara kappingini 6. mars 2010 fyri ung. Samstundis setti Rúni nýtt føroyskt met við tíðini 1.59,62 min. Rúni luttók í bólkinum, dreingir 16-17 ár., FM 2010. Rúni Seloy hevur fleiri ferðir vunnið føroyameistaraheitið í renning á ymsum teinum. Í august 2010 gjørdist hann føroyameistari í 800 metrum við tíðini 2.16,15 og í 400 metrum við tíðini 54,31. European Youth Olympic Trials 2010. Rúni Seloy er einasti rennarin í danska kongaríkinum, sum varð úttikin til at luttaka á European Youth Olympic Trials, sum Evropeiska Sambandið fyri Frælsan Ítrótt, EAA, skipaði fyri í Luzhniki Sport City í Moskva 21. – 23. mai 2010, har allir teir bestu, ungu atletarnir (16-17 ár) úr Europa dystaðust um at sleppa við til Youth Olympic Games, sum verður í Singapore í august 2010. Rúni rann 1000 metrar við tíðini 2.32,86. Rúni gjørdist nummar 20 av 36, bert 3 sekund frá einum finaluplássi. Rúni Seloy er fyrsti føroyingurin, sum hevur roynt seg í slíkari kapping. Oyggjaleikir 2011. Rúni luttók á Oyggjaleikunum á Isle of Wight í juli 2011. Hann gjørdist nummar fimm í semifinaluni í 800 m fyri menn við tíðini 1:58,70, tað rakk ikki til finalupláss. Hann rann eisini 400 metrar, men har eydnaðist tað honum ikki at renna seg í finaluna. DM 2011. Rúni luttók á DM fyri vaksnar menn í juni 2011, hann rann fyri Hvidovre AM og gjørdist nummar fimm við tíðini 1.57.65. 2012. Rúni luttók á DMU (Danmarksmeistarakapping fyri ung) í innandura renning í mars 2012 í Danmark. Hann vann silvur í 800 metrum við tíðini 1:58.58, sum var nýtt føroyskt met. Hann luttók eisini á 400 metra teininum, har gjørdist hann nummar 7 við tíðini 54,97. Hann luttók í bólkinum Dreingir 18-19 ár. 2013. Rúni luttók á Oyggjaleikunum á Bermuda í juli 2013. Hann gjørdist nummar tvey í semifinaluni í 400 m fyri menn við tíðini 51,29 sek tað rakk til finalupláss, 1,01 sek frá føroyska metinum. 2015. Rúni luttók í kappingini Stórmót í Reykjavík saman við fleiri øðrum føroyingum, ið íðka frælsan ítrótt. Útvortis ávísingar. Seloy, Rúni Seloy, Rúni Petur Reinert (1978). Petur Reinert (f. 28. februar 1978 í Tórshavn) er ein væl kendur dómari á føroyska fótbóltsvøllinum. Í september 2012 hevði hann dømt 370 dystir og verið hjálpardómari í 130 dystum. Petur hevur verið altjóða UEFA dómari síðan 2007. Hann hevur dømt altjóða dystir í Føroyum og í øðrum londum. Maywood. Maywood er ein býur í Illinois í Sambandsríkinum Amerika. Býurin, sum varð sett á stovn í 1869, hevði umleið 24.000 íbugvar í 2010. Chrzanów. Chrzanów er ein býur i Suðurpóllandi, sum hevur umleið 39 356 íbúgvar. Býurin liggur umleið 36 km vestan fyri Kraków. Chuck Norris. Chuck Norris (f. 10. mars í 1940 í Ryan, Oklahoma) var ein av størstu kampsport stjørnunum og -sjónleikarunum í 80unum. Var við í Bruce Lee filminum Way Of The Dragon og spældi ígjøgnum 90'ini rolluna sum The Walker í sjónvarpsrøðini Walker, Texas Ranger. Hann hevur vunnið sær eitt heilt serligt status sum ein av leiðandi kult-figurunum í nýggjari tíð. Hann gjørdist kendur um heimin sum sjónleikari og serfrøðingur í karate. Gjøgnumbrotið sum sjónleikari kom við at samantvinna sjónleik og karate í filmum saman við eitt nú Bruce Lee. Seinni spældi Chuck Norris í action-filmum sum "Missing In Action", "Delta Force" og "Invasion U.S.A.". Hann var eisini høvuðsleikari í sjónvarpsrøðini "Walker, Texas Ranger". Hann stuðlaði John McCain (R) í 2008. Viðarlundin á Abbreyt. Viðarlundin á Abbreyt er ein viðarlund í Sandavági. Í áttatiárunum hevur Sandavágs kommuna sum eigari søgt um at fáa økið á Abbreyt skógfriðað. Í 1988 (13. august 1988) varð so skógfriðing lisin á lendið. Viðarlundin er um 7.340 m² til víddar og liggur á matr. nr. 150a, Sandavágur. Gepardur. Gepardur (frøðiheiti - "Acinonyx jubatus") er flekkut rándýr av kattarslag líkt tikara. Í heiminum í dag finnast minni enn 20.000 gepardar eftir, sum sostatt verður mett sum hótt djóraslag. Gepardurin er skjótast djór á jørðini, ið gongur á fýra beinum. Vanliga hevur verið mett, at gepardurin hevur eina toppferð á umleið 110-120 kilometrar um tíman, men megnar tí ikki at halda ferðina yvir longri tíð. Gepardur er skjótast millum súgdjór. Stutt strekki rennur einki djór undan gepardinum, hann kann renna 100 km. um tíman. Men hann fær ikki sum hinir stórkøttirnir krept klørnar inn í labban, so tær eru altíð útspílaðar, tí fótar hann sær sera væl, tá ið hann rennur. Verður gepardur avdúkaður, meðan hann sníkir seg eftir fongi, gevst hann alt fyri eitt, er hann meiri enn 180 m. frá. Meiri enn onnur hvør veiðiroynd hansara miseydnast. The Reverends. The Reverends er ein føroyskur alt.country og americana bólkur, ið varð stovnaður í 2003. Teir spæla tónleik, sum teir sjálvir nevna "Norðurlendskt Americana"/"Alt.Country". Limirnir hava áður, spælt og summir spæla enn í bólkum sosum Mold, Mc-Hár, Páll Finnur Páll og Føroya Symfoniorkestri. Niels Arge Galán. Niels Arge Galán er forsangari í punk bólkinum 200. Hann hevur áður verið guitarleikari í rokk bólkinum Mold. Niclas Thorsteinsson. Niclas Thorsteinsson er oddamaður í country og americana bólkinum The Reverends. Hann hevur áður verið oddamaður í rokk bólkinum Mold og funk bólkinum 12 Funky Monkeys. Kristin Nolsøe Bech. Kristin Nolsøe Bech er bassleikari í bólkinum The Reverends. Hann hevur áður leikt í bólkinum Mold. Mary Travers. Mary Travers (f. 9. november 1936 í Louisville, Kentucky - d. 16. september 2009 í Danbury, Connecticut) var partur av sangbólkinum Peter, Paul & Mary – saman við Paul Stookey og Peter Yarrow. Bólkurin Peter, Paul & Mary trein fram á amerikanska sang- og tónleikapallin í 1961 og legði síðan rødd til hópatals mótmælissangir í USA í trýssunum. Kendastir munnu krígsandstøðingasangirnir "Where have all the flowers gone" og "Lemon Tree" vera. Harumframt vann bólkurin miklan tokka fyri útlegging sína av "Blovin’ in the Wind" hjá Bob Dylan og "Leaving on a Jet Plane" hjá John Denver. Lawetz. Tónleikabólkurin Lawetz varð stovnaður á heysti 2002. Bólkurin spratt burturúr tónleikaumhvørvinum í Hoydølum. Lawetz var við í Prix Føroyum í 2003 og 2005. Til Prix Føroyar 2003 var manningin: Høgni Reistrup, Dávur Juul Magnussen, Rúni Mouritsen, Ísak Sambleben og Høgni Fagraberg. Føroya Rættur. Føroya Rættur er okkara dómstólur. Her tekur dómarin, sum eisini verður nevndur Sorinskrivarin, støðu til lógarbrotini. Dómur kann verða skotin inn fyri landsrættin. Av tí, at dómsvaldið í Føroyum er danskt, skal danski landsrætturin viðgera slík mál. Tveir landsrættir eru, Vestari landsrættur í Viborg og Eystari landsrættur í Keypmannahavn, sum er tann, ið kemur til Føroya nakrar ferðir um árið at viðgera dómsmál. Søgan. "Her ein stuttur samandráttur av søguni, sum knýtir seg at føroya rætti. Samandrátturin er er at finna í bóklinginum "Dommeren - i det 20. århundrede", har Jógvan H. Andreassen, fyrrv. sorinskrivari hevur skriva partin um Føroyar." Føroyar eru bygdar av norskum landnámsmonnum, og teir fyrstu teirra eru helst komnir higar í fyrru helvt av 800-talinum. Í fyrstuni høvdu oyggjarnar eina rættiliga sjálvstøðuga støðu við egnum altingi; men okkurt um 1035 gjørdist Føroyar norskt skattland, og norsk lóggáva trokaði seg meira og meira fram. Eftir kongssfelagsskapin millum Danmark og Noreg, vórðu Føroyar framvegis roknaðar sum norskt land, og tað var framvegis norsk lóggáva, sum var galdandi her. Føroyar vóru, og eru býttar sundur í 6 sýslur, og hvør sýsla var roknað sum eitt sjálvstøðugt rættardømi. Dómarnir á sýslutingunum, ella vártingunum, sum sýslutingini eisini vóru nevnd, kundu skjótast inn fyri løgtingið, sum var samansett av løgmanni og upprunaliga 36, seinni 48 løgrættumonnum – 8 fyri hvørja sýslu, har tó bert ein partur dømdi í teimum einstøku málunum. Í revsimálum var fútin ákæri, á vártingum tó viðhvørt í hansara stað viðkomandi sýslumaður. Sorinskrivari hevur verið knýttur at løgtinginum heilt síðan umleið 1571; men hansara uppgáva var upprunaliga bert at vegleiða løgrættumenninar og at føra tingbókina. Seinni fekk sorinskrivarin mynduleika at døma á vártingunum. Í 1816 varð løgtingi avtikið og dómsvaldið í næstan øllum málum latið upp í hendurnar á sorinskrivaranum. Eftir at Danmark hevði fingið sína egnu rættargangslóg, varð serlig rættargangslóg gjørd fyri Føroyar. Føroyska rættargangslógin líkist frá teirri donsku m.a. við tað, at Føroya rættur hevur dómsmyndugleika í øllum rættarmálum, og eru Føroyar eitt serligt nevningarættardømi við sorinskrivaranum sum rættarformanni. Til at skjóta rættarmál fyri Hægstarætt krevst ikki serligt loyvi. Mötley Crüe. Mötley Crüe er ein Grammy-útnevndur amerikanskur hard rock bólkur stovnaður í Los Angeles, Kalifornia í 1981. Bólkurin var stovnaður av bassleikaranum Nikki Sixx, sum tá var limur í heavy metal bólkinum London og trummuspælaranum Tommy Lee. Síðani komu guitarspælarin Mick Mars og sangarin Vince Neil uppí bólkin. Motley Crue hevur selt yvir 80 mió. eintøk kring allan heim. írokna 23,5 mió. í USA Limirnir í bólkinum eru kendir fyri sín harða og villa lívsstíl; Fleiri av limunum hava verið í fongsul og verið misnýtarar av bæði rúsdrekka og rúsevnum. Nýggjunda útgávan við heitinum "Saints of Los Angeles" kom út 24. juni í 2008. Í løtuni (2011) skriva teir tónleik til komandi fløguna. Angela Merkel. Angela Dorothea Merkel (f. 17. juli 1954 í Hamburg) er samveldiskanslari í Týsklandi. Merkel er 61 ár og útbúgvin alisfrøðingur og hevur eina bergtakandi politiska lívsleið aftan fyri seg. Eftir at bæði týsklondini runnu saman bað táverandi týski ríkiskanslarin Helmut Kohl hana í 1990 taka við sum ráðharri í kvinnu- og ungdómsmálum. Og komandi árini fekk hon litið í hendi fleiri týðandi ráðharrasessir. Merkel, sum er afturvald til ríkiskanslara í Týsklandi í 2009, hevur fyrsta fýraáraskeiðið í embætinum fingið ein móðurligan leiklut hjá týska fólkinum. Sagt verður um Angelu Merkel, at hon leitar sær ráð í Bíbliuni og styrki úr eysturtýsku rótum sínum. Merkel, fødd "Angela Dorothea Kasner", er fødd í Hamborg í 1954. Pápin var lutherianskur prestur, og mamman var lærarinna í eingilskum og latín. Hon vaks upp í DDR, las fysikk og fekk doktaragrad í 1986. Seinast í 1980unum fór hon upp í politikk. Hon meldaði seg inn í CDU (Christlich Demokratische Union Deutschlands), og eftir stutta tíð bleiv hon ráðharri fyri kvinnur og ung, seinri fyri umhvørvi og atomtrygd. Í november 2005 bleiv hon kanslari í Týsklandi – sum tann fyrsta kvinnan. Hon er eisini fyrsti kanslari úr fyrrv. DDR og yngsti kanslari og hevur sostatt sett fleiri met. Heimsins valdsmesta kvinna eitur framvegis Angela Merkel í 2009. Prestsdóttirin úr landinum, sum hvarv – fyrrverandi kommunistiska Eysturtýsklandi (DDR) – er vald aftur í 2009 til ríkiskanslara í Týsklandi. M.a. tí, at hon hevur vunnið atkvøður frá fólki, sum annars ikki taka undir við konservativa politikkinum hjá flokki hennara, Kristiligu Demokratunum, CDU, og bayerska bróðurflokkinum, CSU. Hon fær atkvøður fyri tað, hon er – Angela Merkel. Týska landsmóðirin. Og fyrsta fýra ára skeiðið sum kanslari hevur hon havt hepna hond við sær. Hon hevur víst seg sum sannan verðinspolitikara. Til dømis fírdi hon ikki fyri at koma við hvøssum ábreiðslum móti stjórnini hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum George W. Bush – uttan kortini at skaða viðurskiftini millum Týskland og Amerika. Og í dag er vinarlagið sera gott millum hana og stjórnina hjá Obama. Samstundis er tað eydnast henni at fáa góð viðurskifti í lag við grannalandið Pólland. Og tónin millum Týskland og Russland er eisini vorðin blíðari. Fleiri týsk bløð hava upp undir valið róst Angelu Markel fyri skilagóða handfaring av fíggjarkreppuni, sum hevur við sær, at Týskland nú er tað av ES-londum, sum av álvara aftur er farið at merkja framgongd í búskapinum. Hóast ringastu fíggjakreppuna síðan Seinna heimsbardaga, riðu bæði Angela Merkel og sosialdemokratiski fíggjarmálaráðharri hennara, Peer Steinbrück, av sær stormin og skipaðu í felag fyri einum javningarpolitikki á teimum økjum, har kreppan rakti meinast. Hon hevur vakt internationalan ans og viðurkenning fyri frálíku samráðingarevni síni, seinast sum ES-forkvinna í juni 2007, tá tað eydnaðist henni at fáa semju um eina nýggja ES-traktat. Triangle. Triangle (トライアングル, úttalað "Toraianguru") er heitið á triðju plátuútgávuni hjá teknopop bólkinum Perfume. Sjálvt heitið á triðju plátuni er alment givið út sum súmbólið ⊿. Triangle útgávan var almannakunngjørd á Perfume konsertini Disco!Disco!Disco! og á útgávudegnum, 8. juli 2009, kom plátan sum CD fløga og CD + DVD fløgu í avmarkari nøgd. DVD fløgan hevði ymsar tónleika videoløg og upptøkur frá konsertum. "Night Flight" lagið á Triangle var brúkt í lýsingum hjá Moriniga Mjólk fyri teirra Pino Airlines lýsingaherferð. "I Still Love You" var á DVD fløguni sum ein sertstak video. Roman Polanski. Roman Raymond Polanski (f. 18. august, 1933 í París, Frakland) er fransk/pólskur leikstjóri og filmsleikari. Hann er m.a. kendur fyri at hava leikstjórnað filmar sum Rosemary's Baby, Chinatown og The Pianist. Eisini bleiv Polanski nógv umtalaður í 1969, tá kona hansara Sharon Tate, sum var við barn, og fýra vinfólk hjá teimum vórðu myrd av Charles Manson-familjuni í heiminum hjá Polanski. 76 ára gamli polsk-franski leikstjórin bleiv handtikin í 2009. Hann var júst komin til Sveis, har hann skuldi taka ímóti einum heiðursprísi fyri sítt lívsverk sum leikstjóri á Zurich Film Festival. Síðan 1978 hevur Polanski flýtt undan amerikonsku myndugleikunum eftir at verða ákærdur fyri at hava drøggað og havt samlegu við einari 13 ára gamlari gentu til eina veistlu hjá Jack Nicholson í Hollywood, Kalifornia. Polanski játtaði seg sekan í at hava havt samlegu við gentuni, men rýmdi úr USA til París, áðrenn dómur fall í málinum. Síðani hevur Polanski av ótta fyri einari møguligari handtøku aldrin verið í londum, ið hava útleveringsavtalur við USA. Arni Zachariassen. Arni Zachariassen er ein maður við nógvum talentum. Hann er kendur sum gittarúrmælingur úr kristnu bólkunum I Am og Braquet, aktivur kjakari, bloggari og skribentur, og so er hann ein av stovnarunum av felagskapinum Dialogos, ið miðjar eftir at sameina kristnu trúnna og darwinistisku modernaðu heimsmyndina. ICANN. ICANN – Internet Corporation for Assigned Names and Numbers – bleiv stovnað av amerikonsku stjórnini í sept. 1998. Endamálið við felagnum er at hava eftirlit við internetinum, og serliga teimum økjum, ið kunnu koma tvørt fyri aðrar lógir; s.s. yvir ognarrætti og innan trygd. Sølibat. Fólk, ið fara í sølibat, eru ikki aseksuel. Altso tey hava hug til sex, men tey velja at halda seg frá sex, til dømis av átrúnaðarligum orsøkum. Transkyndur. At ein persónur er transkyndur ella umkyndur (danskt: "transseksuel") merkir ikki, at viðkomandi er samkyndur. Tað merkir bert, at viðkomandi identifiserar seg við tað kynið, ið hann ella hon ikki er, og vil fegin broyta kyn. Ein maður, ið vil broyta kyn til kvinnu, kann gott føla seg drignan at kvinnum. Transvestittur. Ein transvestittur (á danskum - "Transvestisme") dámar til tíðir (ella allatíð) at ganga klæðum hjá øvugta kyninum. Er ikki heilt tað sama sum ein transkyndur. Hetta merkir ikki, at viðkomandi hevur hug at skifta kyn, eins og ein transkyndur persónur. Einum nýtist heldur ikki at vera samkyndur, hóast ein er transvestittur. Aseksuellur. Aseksuellur - Tað verður kjakast, um tað er ein seksuellur rættningur ella ein seksuel disfunktión. Men í øllum førum er tað ein persónur, ið er seksuelt passivur ella beinleiðis vamlast við sex. Metroseksualitetur. Metroseksualitetur hevur sum so onki við kynslív at gera, men orðið verður brúkt um menn, ið ganga upp í sína útsjónd eins og kvinnur. Til dømis við at nýta sjálvbrúnara, sminku, ganga til andlitsrøkt og so framvegis. Nikki Sixx. Nikki Sixx (føddur: Frank Carlton Serafino Feranna, yngri. 11. desember, 1958) er ein amerikanskur bass spælari, rithøvundur, fotografur, og høvuðs sangskrivari í hard rock bólkinum Mötley Crüe. Hann var eisini bassspælari í glam metal bólkinum London, í bólkinum 58, hard rock bólkinum Brides of Destruction og nýligani í bólkinum. Tommy Lee. Tommy Lee (føddur Thomas Lee Bass 3. oktober 1962 í Athen) er ein amerikanskur tónleikari, trummusláari og sangari. Hann er ein av stovnarunum av hard rock-bólkinum Mötley Crüe. Afturat hesum hevur hann eisini stovnað rap-metal-bólkin Methods of Mayhem, og hevur hartil gjørt fleiri tónleikalig prosjekt. Hann hevur verið giftur við sjónleikarunum Heather Locklear og Pamelu Anderson, sum hann hevur tvey børn saman við. Hard rock. Hard rock ella heavy rock eru undirbólkar av rokktónleiki, sum miðskeiðis í 1960'unum festi røtur gjøgnum "garage" og "psykodeliskum rocki" og er munandi harðari enn vanligur rokktónleikur. Tað er sermerkt av ovurnýtslu av "reingjaðum " el-guitarum, bass guitara, trummum og syntesaisarum. Eyðkenni. Hard rock er sterkt inspirerað av bluestónleiki; Mest nýtti tónaskalin er tí hin pentatoniski, sum er vanligur í blueshøpi. Eldri bluestónleikur var akustiskt grundaður. Hard rock tekur harafturímóti nýtslu av nýmótans ljóðførum, so sum elguitarum, trummum og bass. Ein merkisverdur munur frá tí traditionella bluestónleikinum er, at hard rock sjáldan er bundið at akkordgongdini I, IV og V, sum síðani er bygd á 12 ella 16 taktum. Harafturímóti eru nógvar ymsar akkordir nýttar í hard rock-tónleiki. Angelina Jolie. Angelina Jolie (fødd Angelina Jolie Voight 4. juni 1975 í Los Angeles, Kalifornia) er ein amerikanskur sjónleikari. Hon leikti fyrstu ferð við í einum filmi, tá hon var barn, tað var í 1982, tá hon saman við pápa sínum, Jon Voight, hevði ein leiklut í filminum "Lookin' to Get Out". Hon er gift við Brad Pitt og saman hava tey fingið seks børn, harav trý av teimum eru ættleidd. Angelina Jolie er ST Goodwill-sendikvinna og hevur arbeitt við flóttafólksspurninginum síðan 2002. Í 2007 góvu Angelina Jolie og Brad Pitt 1 mió. dollarar til hjálp til flóttafólkini í Darfur-landspartinum í Sudan, Afrika. Heiður. Angelina Jolie hevur vunnið fleiri heiðurslønir og virðislønir fyri sítt arbeiði sum sjónleikari. Hon hevur m.a. fleiri ferðir vunnið Golden Globe Award. McDonald's. Tað eru uml. 31.000 McDonald's matstovur í øllum heiminum. Meira enn triðja hvør teirra liggur í USA. Longri vekk enn 172 kilometrar í beinari linju ella 230 km við bili kemur mann ikki frá einari McDonald's matstovu, er mann staddur í Amerika. Fyri at vera staddur sum longst frá slíkari matstovu, verður ein noyddur at ferðast til eitt oyði pláss í statinum South Dakota. Hetta pláss nevnist Glad Valley. McDonald's hevði eitt yvirskot í ársins fyrsta ársfjórðingi áljóðandi 4,4 milliardir krónur í 2008. Tað er ein hækking á 24 prosent samanborið við sama tíðarskeið í 2007. Orsøkin til hækkingina er millum annað tann, at fleiri afrikanarar, asiatar og fólk úr teimum arabisku tjóðunum, hava av álvara tikið Big Mac og hinar burgarnar til sín. Tó er tann størsti vøksturin í Evropa. Her er ein vøkstur uppá 11 prosent frá 2007. McDonald's hevur ætlanir um at opna 1.000 nýggjar matstovur kring heimin í 2009. Franchise-keta. Franchise-ketan er í serstøðu, er blandingur av sjálvbodnari ketu og veruligari ketu. Sáttmálabundin skipan er ímillum veitara, nevndur franchisor, og takarar, nevndir franchisees. Veitari eigur og letur sølurættindi til takarar, ið keypa hesi rættindi. Veitari, franchisor, ræður yvir vøruúrvali, innrætting og marknaðarføring. Takarar, franchisees, gjalda afturfyri, vanliga í prosentum av søluni, og fáa soleiðis rætt til at brúka merki og vøru veitarans. Tílíkt samstarv gerst alsamt vanligari á okkara leiðum. HTH, Flügger, Vero Moda og Body Shop eru dømi um tílík samtøk. Amerikonsku virkjateggjurnar McDonald's og Burger King eru væl kendar um allan heim. Tað skal viðmerkjast, at handilsgrundarlagið er skiftandi, eins og handilskipanir og handilsketur støðugt broytast í tali og vavi og laga seg eftir broyttum marknaðartreytum. Vørustreymurin umrøddur í stuttum kann greiða meira frá vøruskiftinum í vinnuni. Mick Mars. Mick Mars (føddur Robert Alan Deal 4. mai 1951 í Terre Haute, Indiana) er ein amerikanskur tónleikari. Hann er kendur sum rútmu- og solo guitarspælarin í tung málms/hard rock bólkinum Mötley Crüe. Vince Neil. Vincent Neil Wharton er forsangari í hard rock bólkinum Mötley Crüe. Umframt hetta hevur hann givið fleiri útgávur út sjálvur. Miguel Marin Hidalgo. Í sjeytiárunum búði spaniólin Miguel Marin Hidalgo hjá "Hispania Film" í Føroyum og gjørdi saman við konu sínari fimm filmar í Føroyum. M.a. gjørdi hann filmin Rannvá í 1975, sum er hin fyrsti spælifilmurin við føroyskum máli og við føroyskum sjónleikarum. Men aftaná eina tíð valdi hann at flyta aftur til Spania og tók filmarnar við sær. Ongin eintøk vóru eftir í Føroyum, og síðani tá var hildið, at filmarnir vóru horvnir, og fóru ongantíd at koma afturí aftur. Inntil 2009. Ein av teimum, ið leitaði eftir filmunum var stjórin hjá Samvit Elin Heinesen. Í fleiri ár hevði hon roynt at fingið fatur á Miguel og hansara filmum, men til fánýtis. Arbeitt verdur við at restaurera filmarnar og digitalisera teir. Myndagódskan er eftir umstøðunum góð, men ljóðgóðskan er illa farin av teimum mongu árunum á loftinum. Def Leppard. Def Leppard live í 2007 Def Leppard er ein enskur rokkbólkur úr Sheffield, sum varð stovnaður í 1977 sum partur av New Wave of British Heavy Metal-rørsluni. Grundað á styrkini í útgávunum "Pyromania" og "Hysteria" bleiv Def Leppard ein tann best seljandi rokkbólkurin í 1980’unum við einari sølu omanfyri 65 mió. eintøkum kring allan heim. Av hesum vórðu 35 mió. eintøk seld í USA. Def Leppard eru á 31. plássi á "Greatest Artists of Hard Rock" hjá VH1. Tónleikastílur og arvur. Tónleikurin hjá Def Leppard er eitt bland við elementum úr hard rokki, útgávuorienteraðum rokki og tungmálmstónleiki, við fleirfaldum løgum av vokal harmonium og melodiøsum guitarriffum. Hóðast teir mangan hava verið roknaðir millum størstu bólkarnar í New Wave Of British Heavy Metal-rørsluni seint í 1970'unum, vórðu teir miðskeiðis í 1980'unum óynskt settir í samband við veksandi glam metal leikpallin, fyrst og fremst orsakað av teirra mainstream succes og teirra fínpoleraðu ljóðframleiðslu. Def Leppard hava útvíst sína ónøgd við "glam metal" spjaldrinum, tá tað ífylgi teimum, ikki júst lýsir teirra útsjónd og tónleikastíl. Tá útgávan "Hysteria" kom út, útviklaði bólkurin eitt sermerkt ljóðbílæt við elektroniskum trummum og effektløddum guitarljóði, og omaná fleirfaldað løg av luftigum, harmoniseraðum røddum. Def Leppard er ein av fimm rokkbólkum, sum hava tvær studioplátur, sum hava selt yvir 10 mió. eintøk hvør í USA. Hinir bólkarnir eru The Beatles, Led Zeppelin, Pink Floyd, og Van Halen. Pyromania (útgáva). Pyromania er triðja studio útgávan hjá bretska tung málms bólkinum Def Leppard, sum kom út í 1983. Hetta førdi bólkin tvørtur um Norðuramerika og Japan, og plátan seldi omanfyri 10 mió. eintøk bara í Amerika. Phil Collen var nýggjur gittarleikari í bólkinum og Robert John "Mutt" Lange framleiddi hana. Útgávan var partvís bandað við upprunaliga gittarleikaranum Pete Willis, hvørs rútmu gittarar og bakgrunds røddir eru at hoyra á øllum løgunum. Sum teir vóru komnir væl inn í upptøkurnar, bleiv Willis blakaður úr bólkinum, orsaka av alkohol misnýtslu og Phil Collen kom í hansara stað, og spældi gittar soloir og tað av gittarum, sum annars restaði í. Á uppruna plátuhúsanum sást Willis í bakgrundini á myndini av sangaranum Joe Elliott. Sum nýggjur limur í bólkinum fekk Collen sína egnu mynd. Tónleikaútgávan er sermerkt av intensivu framleiðsluni hjá Lange. Mike Shipley sigur at bandið á spolibandupptakaranum koyrdi 20 tímar dagliga í 13 mánaðir. Tríggir sangir frá "Pyromania", "Photograph", "Rock of Ages", og "Foolin'", blivu Top 40 singlir í USA, orsakað av popularitetinum á MTV. Sangurin "Rock! Rock! Till You Drop" er við í filminum Rock Star frá 2001. Í 2004, var Pyromania nr. 384 á Rolling Stone's 500 Greatest Albums of All Time. Ein digitalt remastrað útgáva av Pyromania kom út 8. juni í 2009, saman við live fløguni "Live LA Forum - September 11th 1983". Love Me Do. Love Me Do er ein eldri Lennon/McCartney sangur. Hesin sangur var fyrsta single útgivin av The Beatles og á B-síðuni var sangurin "P.S. I Love You". Singlin kom út 5. oktober í 1962 og steig upp á 17. pláss í Onglandi; Í 1982 var hon endurútgivin og rakk tá upp á 4. pláss. Í USA bleiv hon nummar eitt í 1964. Høgguslokkar. a>. Hann svimur framúr skjótt. Við sterkum kropsvøddum sprænir hann sjógv út gjøgnum tútin, so at hann fýkur av stað aftureftir. Høgguslokkar (frøðiheiti - "Cephalopoda") hava altíð hugtikið menniskjur. Fólk hildu teir vera álíkar sjóskrímslum. Høgguslokkar hava onga beinagrind og eru størstir og gløggastir av ryggleysu dýrunum. Sjónin er góð, og heilin stórur, og kanningar vísa, at teir læra av royndum. Høgguslokkar eru sera virknir og eru knappir. Teir eru lindýr, og í ætt við skeljadýr og kúvingar. Tó hava teir onga skel uttan, men summir tíggjuermdir høgguslokkar hava súgskálir á ørmunum og brúka tær, tá ið teir taka fong ella ganga eftir botni. Tíggjuermdir høgguslokkar hava átta armar og tveir langar tøkuarmar, sum kunnu rullast saman og strekkjast út. Teir taka fong ella halda honum við tøkuørmunum og stýra við hinum ørmunum, tá ið teir svimja. Stórir høgguslokkar eru meira enn 9 metrar langir. Høgguslokkur sprænir sjógv út gjøgnum ein tút og fer við fúkandi ferð aftureftir. Áttaermdi høgguslokkurin liggur um dagin á botni í holum og rivum. Um náttina tekur hann krabbar, skeljadýr og smáfiskar. Kjafturin er harður og líkist nevi. Í kjaftinum er rívitunga. Við hvørt fæst fitt av høgguslokki á summum firðum í Føroyum. Hann er gott agn, og grindahvalur etur hann. Í øðrum londum verður hann brúktur til matna. Bill Gates. William Henry "Bill" Gates III (føddur 28. oktober 1955 í Seattle, Washington) er heimsins ríkasti persónur. Tó at hann ikki longur er stjóri í Microsoft, eigur hann einar 40 milliardir dollarar, sum hann brúkar til vælgerandi endamál í The Melinda og Bill Gates Foundation. Gates byrjaði á Harvard í Massachusetts í 1973, har hann kom at búgva á gongd saman núverandi Microsoft forstjóra Steve Ballmer. Men Gates gavst, fyri heldur at arbeiða fulla tíð við Microsoft, sum hann hevði stovnað saman við barndómsvininum Paul Allen. Eftir áratíggir í fremstu røð fer Gates frá Microsoft, sum skal tillaga seg eini tíð, har telduverðin er undir stórum broytingum, og har teldurisin er í stórari kapping við eitt nú Google og Apple MacIntosh. Tríggir persónar skulu røkja størvini, sum Bill Gates hevur havt. Ray Ozzie verður leiðandi software arkitektur, Craig Mundie skal leiða gransking og strategi, meðan Steve Balmer verður forstjóri í Microsoft, sum hevur høvuðssæti í Redmond í statinum Washington í USA. Bill Gates heldur tó fram sum nevndarformaður og størsti partaeigari í Microsoft. Gates, sum er ein av heimsins ríkastu monnum fer frameftir at brúka alla sína tíð til vælgerandi endamál gjøgnum»Bill and Melinda Gates Foundation«, sum hann hevur stovnað saman við konu síni Melinda Gates. Bert 2,6 % av teim 21.500 starvsfólkunum og bert 1,6 % av leiðarunum hjá Microsoft eru amerikanarar av afrikanskum uppruna. Hetta hevur lopið øði í nógvar amerikanarar. Bill Gates er tiltikin í Amerika, m.a. tí at hann letur 100-tals miljónir dollarar um árið til útbúgvingarendamál, so børn av minniluta-uppruna í USA skulu fáa lestrarstuðul til betri útbúgving. USA er annars kent fyri, at almennir stovnar og flestu fyritøkur hava fingið álagt við lóg av seta fólk av ymsum uppruna í starv eftir kvotum. Sostatt skulu eini 12 % av starvsfólkum vera svørt, tí tey svørtu umboða 12 % av amerikanska fólkinum. Bill Gates er framvegis tann ríkasti í heiminum í 2009. Stovnarin av stóra telduritbúnaðar-samtakinum Microsoft, er frammanfyri pengaíleggjaran Warren Buffet, sambært listanum hjá Forbes Magazine. Virðini hjá Gates minkaðu í 2008 við umleið 100 milliónum krónum, men hann líður onga neyð, tí hann hevur framvegis 40 milliardir dollarar at ráða yvir. Hetta svarar til umleið 230 milliardir krónur. Gates hevur í 14 ár átt heiðurin, at vera heimsin ríkasti maður. Hann býr nú í Seattle, Washington. Kona hansara er Melinda Gates, og tey eiga trý børn: Jennifer Katharine Gates (f.1996), Rory John Gates (f.1999) og Phoebe Adele Gates (f.2002). Warren Buffett. Warren Edward Buffett (føddur 30. august 1930 í Omaha, Nebraska) er heimsins næstríkasti persónur. Buffet hevur mist 25 milliardir dollarar í 2008. Hann eigur kortini 37 milliardir dollarar, og er sostatt heimsins triði ríkasti persónur. Hann hevur gjørt hepnar íløgur seinastu árini, og økti ognina við næstan 50 miljardum í 2007, uppí 62 miljardir dollarar. Kendi amerikanski ríkmaðurin, sum lá ovastur í 2008 við 62 milliardum, liggur nú á øðrum plássi við 37 milliardum dollarum, meðan meksikanski ríkmaðurin Carlos Slim Helú á triðja plássi bert hevur 35 milliardir dollarar eftir. Til tess at bjarga Harley Davidson hevur Warren Buffet gjørt av at læna fyritøkuni 300 milliónir dollarar. Fyri hann er hetta helst smápengar, men hetta er eftir øllum at døma bjargingin fyri Harley Davidson. Hann ger hetta tó ikki fyri einki. Harley Davidson skal gjalda honum 15 prosent í rentu um árið av hesum láni. Fíggjarkreppan 2007-2009. Fíggjarkreppan 2007-2009 byrjaði í Amerika og í fyrstani varð hildið at hon fór at vera avmarkað til USA. Men av tí at peningaheimurin er "forbundin kør" breiddi kreppan seg skjótt til fíggjarmarknaðir kring allan heimin. Kreppan byrjaði í teimum framkomnu búskapunum (í USA), men hevur havt ringastu ávirkan á heimsins fátækastu londini. Meira enn ein miljard fólk líða hungur í 2009 – og ongantíð áður hava tey verið so mong í tali, sigur ST-matvøru- og landbúnaðarstovnurin FAO. Færri íløgur og lakari hjálp fáa høvuðsábyrgdina fyri at alt fleiri fara svong til songar. Haraftrat hevur heimsumfatandi fíggjarkreppan lagt stein oman á byrðu. Vaksandi fíggjarmarknaður. Seinastu mongu árini er fíggjarmarknaðurin vaksin almikið. Eftir 11. september í 2001 valdi amerikanski tjóðbankin, Federal Reserve, við Alan Greenspan á odda, at økja peningamongdina munandi í USA. Enski tjóðbankin valdi at fylgja somu kós og økti eisini pengamongdina. Hetta meta summi at vera startskotið til stóru fíggjarligu ekspansiónina seinnu árini. Við ríkiligum gjaldføri og lágari rentu á marknaðinum komu nýggj lánitilboð m.a. við avdráttarskoða og fíggjarstovnarnir gjørdust alt meiri ágangandi. Hesar ágangandi bankarnar kenna vit eisini m.a. úr Íslandi, sum hava virkað sum íløgubankar og framt stór keyp bæði í Føroyum, Bretlandi, Danmark og í øðrum londum. Íbúðarmarknaðurin í USA í trupuleikum. Høvuðsorsøkin er gongdin á íbúðarmarknaðinum í USA. Amerika hevur munandi færri vælferðarskipanir enn londini í Evropu. Í staðin eru aðrar skipanir settar í verk. M.a. eru lógir settar í verk fyri at fáa privata marknaðin til at taka sær av nøkrum viðurskiftum. Millum hesar eru lógirnar frá 1977 og 1995, sum áleggja fíggjarstovnum at lata fólki lán, hóast tey møguliga ikki høvdu ráð til at gjalda lánini aftur. Hetta merkir, at álagt verður fíggjarmarknaðinum at taka ein váða upp á seg, sum hann annars ikki vildi havt tikið. Hesi lán eru millum tey, ið verða kallaði subprime-lán – altso eitt lán við størri váða fyri peningastovnin enn vanlig lán. Fyri at stýra váðanum best møguligt valdi fíggjarmarknaðurin at selja vánaligu lánini víðari saman við góðum lánum í einum "láni-pakka" har góð og vánalig lán verða "buntaði" saman og seld víðari á marknaðinum. Hetta eru sokallaðu CDO'irnar – Collateral Dept Obligations. Av tí at lánini eru buntaði saman er ringt at gjøgnumskoða júst hvat ein CDO inniheldur – hetta hevur verið við til at økt um óvissuna í skipanini. So hvørt sum likviditeturin øktist vuksu prísirnir á íbúðarmarknaðinum í stórum. Tá fólk seinni fáa trupuleikar við at gjalda lánini á íbúðunum, byrjar álitið á CDO'irnar at vikna og bankarnir gerast afturhaldandi við at veita hvørjum øðrum lán og likviditeturin á marknaðinum frystur fastur – gjaldføriskreppan er byrjað.Av tí at kreppan byrjar í íbúðarmarknaðinum við subprime-lánum bleiv hon fyrstu tíðina oftast rópt subprime-kreppan. Bank run á Northern Rock. So hvørt sum bankarnir gerast støðugt meiri afturhaldandi við at lána hvørjum øðrum pening gerst tað eisini støðugt truplari at bankunum at halda virksemið koyrandi. Hetta frættist eisini millum fólk á gøtuni og fyri fyrstu ferð í 100 ár upplivir Onglandi eitt sokallað 'bank run' ella 'run on the bank', sum fær bankan Northern Rock at falla. Hetta hendir tá eitt stórt tal av bankakundum taka peningin hjá sær út úr bankanum, tí tey halda at bankin er um at fara á húsagang. Hetta virkar sum ein sjálvuppfyllandi profeti, tí so hvørt sum fólk taka peningin út úr bankanum gert trupuleikin hjá bankanum samsvarandi størri. At enda, 22. februar í 2008, tekur enski staturin um endan og Northern Rock verður yvirtikin. Fannie Mae og Freddie Mac. Umframt lógirnar frá 1977 og 1995 eru eisini tveir hálvalmennir stovnar í USA, sum skulu veita lán til sethúsamarknaðin og sum við tíðini eru vaksnir til at hava uml. helvtina av øllum íbúðarmarknaðinum í USA. Hesir eru Federal National Mortgage Association, vanliga nevnt "Fannie Mae", og Federal Home Loan Mortgage Corporation, vanliga nevnt "Freddie Mac". So hvørt sum trupuleikarnir á íbúðarmarknaðinum vaksa, gerst alt truplari hjá Fannie Mae og Freddie Mac at klára sínar skyldur – tí eru hesir lánistovnarnir eisini millum ofrini í fíggjarkreppuni. 7. september 2008 tók amerikanska stjórnin yvir bæði Fannie Mae og Freddy Mac. Íløgubankarnir hokna undan. Næstu ofrini eru sokallaðu íløgubankarnir. Tá óveður er á fíggjarmarknaðinum eru íløgubankarnir millum teir harðast raktu og hesaferð er einki undantak. Tí vóru íløgubankarnir Bear Stearns (17. mars 2008) og Lehman Brothers (15. september 2008) eisini skjótt at hoyra millum nøvnini á fíggjarstovnum í trupuleikum. Í Føroyum kenna vit lítið til íløgubankar. Okkara peningastovnar virkað sum vanligir bankar og ikki sum íløgubankar. Høvuðsvirksmið hjá einum íløgubanka er at lána pening á fíggjarmarknaðinum fyri at keypa og selja ognir og fyritøkur. Hetta merkir, at virksemið hjá íløgubankunum er serliga tengt at gjaldførinum á fíggjarmarknaðinum og at bankin serliga er førur fyri at tjena pengar tá ognirnar á marknaðinum hækka í virði. Tilsvarandi verri er at tjena pening og dríva fyritøkuna tá ognirnar á marknaðinum minka í virði og gjaldførið á marknaðinum minkar. Í dag hava íløgubankar kring heimin truplar tíðir – eins og vit kenna tað úr bankunum úr Íslandi. Hóast íslendsku bankarnir, mær vitandi, ikki formelt eru íløgubankar, líkist stórur partur av virkseminum tí hjá vanligum íløgubankum. 29. september í 2008 bleiv eisini Glitnir yvirtikin av íslendsku stjórnini. Millum kendastu íløgubankarnir í Amerika eru Morgan Stanley, Merrill Lynch, Bear Stearns, Lehman Brothers og Goldman Sachs. Av hesum eru summir farnir á heysin meðan aðrir eru givnir at reka íløgubankavirksemi fyri í staðin at reka vanligt bankavirksemi. Tvinnar møguligar politiskar loysnir. Fyri at loysa upp fyri fíggjarkreppuni eru tvinnar møguligar politiskar loysnir. Man kann siga, at talan er um tveir ymiskar skúlar. Fyrri er moral hazard skúlin, sum sigur, at moralurin hevur størstan týdning og at stjórnin ikki eigur at bjarga bankum, tí hetta einans vil elva til at bankarnir fara at taka enn størri váða á seg framyir. Harumframt er sjónarmiðið, at hví skulu skattgjaldarnir taka um endan tá bankarnir hava uppført seg tápuliga? Vit kenna eisini sjónarmiðið sum: 'Lat falla tað sum ikki kann standa'. Hitt sjónarmiðið er systemic risk, sum heldur, at við at lata bankarnar fara er vandin at alt tað fíggjarliga systemið kann falla saman. Altso at bankarnir draga alt annað virksemi niður við sær – og harvið tað kapitalistisku skipanina. Út frá politikkinum hjá flestu londunum má man staðfesta, at systemic risk sjónarmiðið hevur yvirvágina. Flestu fíggjarstovnarnir, ið hava verið í trupuleikum, eru bjargaðir av stjórnunum í londunum og samstundis hava stjórnirnar valt at taka stóran part av váganum á seg – t.d. við at hækka innskjótaratrygdina. Bjargingarpakkarnir fáa fylgjur. Aktión skapar reaktión sigur Newtonsa triðja lóg. Soleiðis er eisini við bjargingarpakkunum í fíggjarheiminum. Eftir at summar stjórnir hava bjargað nøkrum bankum eftir devisuni 'to big to fail', fær tað bankakundarnar at reagera. Eftir at Northern Rock og teir seks stóru írsku bankarnir eru bjargaðir og hava fingið statstrygdarnet undir sær, byrja fólk at flyta teirra pening út úr hinum peningastovnunum og yvir í teir statsgaranteraðu bankarnar. Í løtuni er tí ein peningastreymur úr Onglandi til Írland og úr útlendskum bankum í Írlandi og yvir í teir seks statstryggjaðu bankarnar. Hetta er bert eitt dømi um, at ikki einans veiku bankarnir merkja avleiðingarnar av fíggjarkreppuni, men at eisini sunnir og vælriknir bankar merkja fylgjurnar. Tað er tí eyðsæð, at skal ein bjargingarætlan til, má hon verða galdandi fyri allar bankarnar í einum landi í senn – ja helst fyri allar bankarnar í Evropu í senn. Tí kallaði franski forsetin, Nicolas Sarkozy, hinar stjórnarleiðarnar í Evropu saman í vikuskiftinum fyri at gera eina samlaða bjargingarætlan. Hetta miseyðnaðist sum kunnugt og tí valdu ymsu londini at gera hvør sín pakka. Føroyski fíggjarheimurin og búskapurin. Danski bjargingarpakkin kann sigast at vera ein blandingur av 'moral hazard' og 'systemic risk skúlunum'. Ein partur av pakkanum er, at bankarnir sjálvir skulu gjalda 35 mia. kr. inn í ein trygdargrunn, sum skal tryggja innlánini í bankum, sum fara av knóranum. Um tapini í danska fíggjarheiminum gerast størri enn 35 mia. kr. traðkar staturin til og tryggjar restina. Danski bjargingarpakkin er eisini galdandi fyri føroysku bankarnar og tí vil hetta eisini tryggja føroyska fíggjarkervið í sama mun sum danskar bankar. At ein bjargingarpakki er gjørdur merkir ikki at bankarnir ikki kunnu fara á heysin. Hetta merkir einans, at tey sum hava pening í bankunum ikki koma til at missa nakað av innistandandi. Trygdin fyri at bankarnir – herundir eisini føroysku bankarnir – eru tryggir er, at teir eru væl riknir og ikki hava tikið óneyðugan váða á seg. Føroysku bankarnir hava knappar 20 mia. kr. í útlánum, svarandi til uml 1,5 ferðir BTÚ. Til samanberingar hava íslendsku bankarnir uml. 10 ferðir íslendska BTÙ – tvs. um føroysku bankarnir høvdu havt sama lutfall sum íslendsku bankarnir høvdu útlánini verið uml. 140 mia. kr. Tað er eyðsæð, at føroysku bankarnir hava átikið sær minni váða enn t.d. íslendsku bankarnir. Samanumtikið er føroyska fíggjarkervið sunt og væl rikið. Sum er eru eingin tekin um at nakar føroyskur fíggjarstovnur fer av knóranum. Eingin trygd kann veitast fyri at hetta ikki hendir, men í og við at loftið av innskjótaragarantinum á kr. 300.000 er tikið av, er allur innistandandi peningur í føroyska bankakervinum tryggur. Nicky Cruz. Nicky Cruz (f. 6. okt. 1938 í San Juan á Puerto Riko, USA) var ein vælkendur brotsmannaleiðari í New York í 1950-unum, og gjørdist kendur um meginpartin av heiminum við bókini "Korset og springkniven", sum David Wilkerson skrivaði. Eftir at hann varð umvendur, gavst Nicky Cruz við tilveruni sum brotsmaður, og fór ístaðin at ferðast kring heimin sum prædikumaður. Í latínamerikanska landinum El Salvador eru trupulleikarnir við brotsmannaharkaliðum vorðnir so stórir, at landsins forseti, Mauricio Funes, hevur biðið 70-ára gamla prædikumannin um at gerast ráðgevi í spurningum viðvíkjandi harðskapskriminaliteti. Sakarias. Sakarias (hebráiskt navn, ið merkir: "Guð hevur minst til mín") var prestur, og einaferð meðan hann gjørdi prestatænastu í templinum kom ein eingil (Gabriel) til hansara og segði: "Óttast ikki, Sakarias, tí at bøn tín er hoyrd, og Elisabet, kona tín, skal føða tær ein son, og tú skalt lata hann eita Jóhannes. Og tær skal gleði og fagnaður verða fyri, og mangir skulu fegnast um føðing hansara; tí at hann skal verða mikil fyri eygum Harrans. Áðrenn tey fingu Jóhannes, sá tað svart út hjá teimum, tí at Elisabet kundi ikki fáa børn, og bæði vóru tey komin væl til aldurs. "Hvussu skal eg vita hetta vist? Tí at eg eri ein gamal maður, og kona mín er komin væl til aldurs?" spurdi Sakarias. Eingilin svaraði honum og segði: "Eg eri Gabriel, sum standi fyri andliti Guds, og eg eri sendur út at bera tær hesi gleðiboðini. Tú skalt verða málleysur og ikki fáa talað inntil tann dag, tá ið hetta hendir, afturfyri at tú trúði ikkki orðum mínum". Tey, sum sótu uttanfyri og bíðaðu, meðan Sakarias var inni í templinum, ótolnaðust, og tey skiltu ikki, at Sakarias var so leingi í templinum. Tá ið hann kom út aftur, fekk hann ikki talað, men gjørdi tekin í staðin at lýsa signingina. Tá skiltu tey, at hann mundi havt eina sjón, og tey undraðust. Sonurin, sum eingilin hevði boðað Sakariasi frá, var nú komin. Grannar og frændur komu at vitja og gleðast saman við teimum. Átta dagar eftir tað, at barnið var føtt, komu teir at umskera barnið og geva tí navn. Teir ætlaðu, at tað skuldi eita Sakarias eftir faðir sínum; men Elisabet segði: "Hann skal eita Jóhannes". Hetta hildu teir vera løgið, tí eingin í ættini æt Jóhannes. Teir spurdu Sakarias, hvussu hann vildi barnið skuldi eita. Sakarias gjørdi tekin at fáa eina talvu, og tá ið hann fekk talvuna, skrivaði hann: "Jóhannes er navn hansara". Í somu stund fekk Sakarias málið aftur, og hann lovaði Gudi. Heri Vestergaard. Heri Vestergaard er fyrrverandi sterkasti maður í Føroyum. Sumbingurin Heri vann hendan heiður í okt. 2009. Hann vann í harðari kapping við Sámal J. Hansen. Níggju mans vóru við í kappingini (teir luttakandi vóru Sámal Johannes Hansen, Herman Hermansen, Gunnar Grækarisson, Bárður Poulsen, Finnur Poulsen, Jákup Petur Djurhuus, Torstein Madsen og Heri Vestergaard). Tað bleiv ikki avgjørt fyrr enn í seinastu kapping, at Heri hevði vunnið. Kappast var í seks ymiskum greinum. Heri Vestergaard legði seg tíðliga á odda í kappingini, men tá ið komið var til seinastu kappingargreinina, hevði ein annar maður við røtum í Sumba, Sámal Johannes Hansen, lagt seg ájavnt við Hera Vestergaard í stigum. Seinasta kappingin var at halda tveimum bobbens uppfrá so leingi sum gjørligt, og greitt var, at tann av teimum báðum oddafiskunum, sum helt longst, fór at vinna samlaðu kappingina. Tað gjørdist so Heri Vestergaard, og tí kann sumbingurin rópa seg: "Føroya sterkasta mann 2009". Bahá'í trúgvin. Bahá'í trúgvin er ein alheimstrúgv. Orðið "Bahá'í" merkir "ein sum fylgir Bahá'u'lláh". "Bahá'u'lláh" merkir "dýrd Guðs" og hetta er navnið á tí boðberanum, sum bahá'íar trúgva er Guðs sendiboð til okkara tíð. Bahá'íar trúgva at Guð opinberar seg gjøgnum síni sendiboð í einari stigvísari opinbering. Mannaættin er ikki før fyri at taka ímóti Guðs veruleika í einum, men má búnast og mennast so líðandi. Guð sendir so síni sendiboð við boðum og vegleiðing sum hóskar til tann tørv sum menniskjuni hava á júst tí staðnum og tí tíðini. Ongin av boðberunum er "størri" ella "sannari" enn hinir. Teir kappast ikki. Bahá'íar viðurkenna allar boðberarnar og virða allar heimsins religiónir og heilagu skriftir. Tað, sum Jesus segði, tá ið hann kom, ógildaði ikki tað sum Móses hevði sagt. "Eg eri ikki komin at bróta niður, men at fullføra", segði Jesus. Á sama hátt ógildar tað at Bahá'u'lláh kom, hvørki tað sum Jesus, Muhammed, Buddha, Móses, Ábraham, Krishna ella Zoroaster hava boðað. Allir komu teir við Guðs ljósi til menniskjuni. Eingin teirra er Guð. Bahá'íar trúgva at øll menniskju hava eitt andaligt lív, sama um tey tilvitað gera nakað við tað ella ei. Bahá'u'lláh. Í 1844 í Persia (Iran), kunngjørdi ein ungur maður nevndur "Báb", at skjótt fór sendiboð Guðs, sum øll heimsins menniskju stundaðu eftir, at koma. "Báb" merkir "portrið", og Báb gjørdi greitt at hansara leiklutur var, at fyrireika mannaættina til dagin tá ið tann lovaði kom til sjóndar. Bahá'u'lláh, sum var føddur í einari av ríkastu aðalsstættum í Persia, valdi at venda øllum forrættindum bakið og at fylgja Báb. Báb og tey sum fylgdu honum vóru jagstraði av persiska yvir-valdinum. Báb sjálvur var tikin av døgum í 1850 og eini 20.000 av teimum sum fylgdu honum, lótu lív í hópdrápum kring alt Persia. Bahá'u'lláh slapp heldur ikki undan forfylging; hann varð settur í fangahús, píndur og at enda burturvístur. Hann varð sendur til Bagdad í Irak, og tað var her hann endiliga í 1863 kunngjørdi, at hann var tann, ið Báb hevði fyriboðað fór at koma. Bahá'iar eru sannførdir um at Bahá'u'lláh var Jesus Kristus sum kom aftur og at lyfti Guðs til menniskjuni um eina betri tíð fyri øll er gingið út. Bahá'u'lláh segði at menniskjuni liva her á jørðini til tess at menna andaligar førleikar sum vit fara at hava tørv á í lívinum eftir hetta. Hann líknar mannalívið á jørðini við lívið hjá fostrinum í móðurlívi, fostrið kann ikki ímynda sær heimin uttanfyri sína egnu lítlu verð, hóast tað á ein hátt longu livir í tí størru verðini. Tað er bara enn ikki nóg búgvið til at síggja og uppliva heimin størri enn júst lívmóðrina hjá mammuni. Og kortini so er endamálið við fosturlívinum at búgva seg til ein heilt øðrvísi heim enn tann, fostrið kennir. Tað skal hava armar og bein, eygu, oyru, alt sum er gott og neyðugt fyri at liva mannalívið. Mennast vit ikki eins og fostrið í móðurlívi, meðan vit liva á jørðini, so verða vit sum andaligir kryplingar ella píningar, og enn tarnaði av hesum í lívinum sum kemur. Andaligi vøksturin hjá tí einstaka fer fram bæði innan í hvørjum fólki, og í samveru við onnur. Andaliga støðið vit eru á, speglast í samfelagnum, hvussu vit eru móti hvørjum øðrum, og hvørjum málum vit stremba eftir. Google. Google er ein amerikansk leitisíða á internetinum. Tað er amerikanska fyritøkan Google Inc., ið eigur Google. Google er tað størsta leititólið á internetinum í dag við meira enn 200 milliónum fyrispurningum dagliga. Navnið "Google" kemur frá orðinum "Googol", ið vísir til talið 1 við 100 nullum aftanfyri. Sagnorðið "to google" varð tikið við í Oxford English Dictionary í 2007. Nær orðið kemur við í ta føroysku orðabókina, er ilt at siga. Google hevur eina vaktartænastu, ið alla tíðina heldur eyga við, um nøkur tílík síða verður løgd á internetið. Google hevur forvunnið risa peningaupphæddir, síðan tað varð stovnað í 1999. Peningurin fer tó ikki bert til teir báðar stovnararnar, men eisini til gerandisdagin hjá starvsfólkunum. Tíðarritið Fortune hevur staðið fyri at heiðra Google, ið klárt legði seg á odda av teimum 445 fyritøkunum, ið høvdu tilmeldað seg til kappingina. Google varð valt sum tann besta fyritøkan at arbeiða fyri, tí ágóðarnir og mentanin, ið fyritøkan hevur skapt, hevur skúgvað allar aðrar til viks, sigur Lee Clifford, blaðstjóri á Fortune Magazine. Tey ónevndu starvsfólkini, ið hava tikið lut í kanningini greiða frá heilt óvanliga góðum arbeiðsumstøðum á Google. Listin er nærum óendaligur, tá talan er um ymiskar ágóðar, ið standa starvsfólkunum í boði. Høvuðsskrivstovan í Mountain View í Kalifornia hevur ikki færri enn 10 gourmet-matstovur, umframt ein hóp av snacks- og kaffibarrum. Starvsfólkunum verður bjóðað ókeypis bussamband við teimum 5 bussunum, ið koyra á 5 ymsum farleiðum í økinum. Hava tey egnan bil, verður oljan skift og bilurin vaskaður á arbeiðsplássinum. Og skal bilurin skiftast út, rindan Google prísmunin, um tú velur ein umhvørvisvinarligan bil, ið kostar nakað meira enn ein vanligur bilur. Av øðrum tænastum, ið starvsfólkinum hjá Google standa í boði, kunnu verða nevnd t.d. hárfríðkan, klædnavask, vøddamýking, heilsumiðstøð við 5 læknum o.m.a. Er talan um barsil, syrgir Google fyri, at matur verður borðin út til familjuna, so at øll orkan fer til at hjúkla um tað lítla barnið. Tað er ikki nógv, ið telur niðureftir, men skal nakað nevnast, so halda onkur starvsfólk, at arbeiðsplássið Google hevur í so nógvar "nørdar" í starvi. Lisa Ekdahl. Lisa Ekdahl (fødd 29. juli 1971 í Mariefred í Svøríki) er svensk songkvinna og tónleikari. Hon bleiv kend í Svøríki og Norðurlondum tá hon fekk eitt risa-hitt við lagnum "Vem Vet" av fyrstu fløguni í 1994. Hon megnaði at selja fýra ferðir platin og fáa tríggar svenskar Grammy heiðurslønir tað árið. Lisa hevur higartil givið tilsamans 10 útgávur út. Flestu á svenskum, men onkrar á enskum máli. Móður Teresa. Móðir Teresa (f. Agnesë Gonxhe Bojaxhiu 26. august 1910 í Skopje – † 5. september 1997 í Kalkutta í India) er heimskend katólsk nonna. Hon verður sædd sum verndareingilin hjá teimum, ið líða neyð, og hugsaði hon meira um tey enn um seg sjálva. Nú berjast India og Albania um beinagrindina hjá henni. Móðir Teresa varð borin í heim í Skopje, Makedónia. Foreldur hennara komu frá Albania - tó búði Móðir Teresa í India tað mesta av sínum vaksna lívi, sum ung búði hon eina tíð í Dublin í Írlandi. Móðir Teresa var indiskur statsborgari. Í 1979 fekk hon Friðarheiðursløn Nobels. Bróstkrabbi. Bróstkrabbi (da. "brystkræft") er tað slagið av krabba, sum í størri mun rakar kvinnur. Tíggjunda hvør kvinna fær hesa álvarsomu sjúku. Árliga fáa fleiri enn ein millión kvinnur kring heimin staðfest bróstkrabba. Í Føroyum er talið 20-25 kvinnur árliga, tær allar flestu eru eldri enn 30 ár. Bernard Longley. thumbnail Bernard Longley (f. 5. apríl 1955 í Manchester), erkabiskupur í Birmingham, er kendur sum ein sera virkin persónur innan altjóða kirkjuligt virksemi (økomeniskt arbeiði) og hevur sera góð viðurskifti við protestantisku kirkjuna og ymsar trúarbólkar í Bretlandi. Bænadikt pávi XVI hevur útnevnt Bernard Longley til nýggjan erkabiskup í rómverskkatólsku Kirkjakirkjuni. Erkabiskupurin hevur áður verið hjálparbiskupur hjá katólska erkabiskupinum í Westminster. Hann avloysir Vincent Nichols sum erkabiskup í Birmingham. Fyrr í 2009 varð Nichols settur í embæti sum kardinalur í Westminster fyri Murphy O’Connor. Westminster er hægsta fyrisætið hjá katólsku kirkjuni í Onglandi og Wales. Aung San Suu Kyi. Aung San Suu Kyi í 2011. Aung San Suu Kyi varð borin í heim tann 19. juni í 1945 í Rangoon, Burma. Hon er kend fyri at royna at fremja demokrati í Burma, uttan at nýta harðskap. Hon er dóttir til Aung San, ið var við til at samráðast um at loysa Burma frá Stóra Bretlandi í 1947. Sama árið var Aung San myrdur av politiskum kappingarneytum. Í 1989 stillaði Aung San Suu Kyi upp til tingvalið í Burma, har hon vann stórt. Herurin í Burma traðkaði til og forbjóðaði henni at taka við valdið. Síðan tá hevur Augn San Suu Kye sitið í húsavarðhaldi í heimi sínum, í býnum Yangon, í nærum 15 av teimum seinastu 21 árunum frá 20 juli 1989 til hon varð leyslatin 13. november 2010, becoming one of the world's most prominent political prisoners. Í 1990 móttók Aung San Suu Kyi "Rafto Heiðurslønina" og "Sakharov Heiðurslønina fyri Frælsar Hugsjónir" í 1990. Ì 1991 fekk hon Friðarheiðursløn Nobels. Hon hevur lisið á Lærda háskúlanum í Oxford, har hon eisini møtti manni sínum, ið hon hevur tvey børn við. Eftir røttum skuldi Aung verið leyslatin í okt. 2009, men orsakað av eini hending, har at ein óboðin sinnisveikur amerikumaður hin 3. mai 2009 óboðin svam út til húsini hjá Aung og gisti har í tríggjar nætur og var fangaður, tá hann svam yvirum aftur, dømdi ein dómstólur undir hernaðarstýrinum í Burma hana til 18 mánaðir afturat í húsavarðhaldi. Rættarmálið byrjaði 18. mai og endaði 11. august 2009. Aung kærdi dómin, men hon fekk ikki viðhald. Dómurin varð skotin inn fyri hægstarætt í Burma, men hon sat dómin út og varð latin leys 13. november 2010, 6 dagar eftir valið, sum hon ikki slapp at stilla upp til, tí hon sat í húsavarðhaldi. Stutt eftir at hon var latin leys kom sonur hennara Kim Aris til Burma fyri at vitja hana, tað var fyrstu ferð í 10 ár, at hann sá mammu sína. Burmesiska stýrið noktaði manni hennara og synum hennara at fáa uppihaldsloyvið, sjálvt tá maður hennara hevði fingið staðfest, at hann var deyðasjúkur av krabbameini, slapp hann ikki at vitja hana. Michael Aris doyði á hansara 53 ára føðingardegi, hin 27. mars 1999. Tá hevði hann ikki sæð konu sína í meira enn trý ár. Bill Gaither. Bill Gaither (f. 28. mars 1936 í Indiana, USA) er ein av kendastu gospelsangarum í Amerika. Bill Gaither hevur vunnið fimm Grammy-virðislønir frá 1973 til 2009 í ymiskum samanhangum, umframt at hann hevur verið tilnevndur heilar átta ferðir saman við konu síni Gloria. Bill Gaither er kosin besti komponistur innan kristnan tónleik í 20. øld. Hann er leiðari í Gaither Vocal Band. Gaither byrjaði sum sangari og sangskrivari í sekstiárunum og sigur sjálvur, at tað helst eru sangirnir, sum eru orsøkin til, at tey eru virkin enn. Umframt at hann, saman við konuni Gloriu, hevur skrivað eina rúgvu av sangum, sum eru við í sálmabókum á nógvum ymiskum málum, ferðast tey dúgliga við sínum Homecoming framførslum. Nógvir føroyingar kenna tey frá fløgum og videobondum, har tey syngja nógvar av kendu ensku og amerikansku sálmunum. Gjøgnum 50 ára yrkisleið hansara innan kristnan tónleik, hevur hann roynt tað mesta. Tað mest opinlýsa er, at hann hevur skrivað sangir og givið tónleik út, men færri kenna til, at hann framíhjá hevur fingist við bókaútgávu, sjónvarpsframleiðslu og útbúgving av tónleikarum. Bill og Gloria Gaither vitjaðu fyrstu ferð Svøríki fyri 30 árum síðan. Vitjan teirra tá kom í lag gjøgnum kenda svenska gospelsangaran Pelle Karlsson og konu hansara Evu, sum framvegis eru vinfólk teirra. Gaither Homecoming byrjaði sum eitt hugskot um, at tey bæði samlaðu nakrar vinir saman til hugnaløtur við sangi, men hevur síðan spreitt seg út um heimin, og í dag fylla tey risastórar hallir í USA og skjótt helst eisini í Evropa. Annars er fulla navn hansara William James Gaither, føddur í 1936. Hann tók á ungum árum læraraprógv, men henda útbúgving hevur ikki verið nógv brúkt. GMA Dove Awards. Gjørdist limur í Hall of Fame Gospel Music Association í 1983 Konfusius. Konfusius (kinesiskt: 孔子 (Kǒng zǐ/K'ung-tzu), ella 孔夫子 (p=Kǒng Fūzǐ/K'ung-fu-tzu)), "Kong Meistari" ofta stytt til (孔子 (Kǒngzǐ)). (28. september, 551 f.Kr. – 479 f.Kr.) var ein kinverskur hugsari og sosialur heimspekingur, hvørs lærur og heimspeki hevur sett síni týðiligu spor á kinverskan, koreanskan, japanskan og vjetnamesiskan hugsunarhátt and lív. Jóhanna Sigurðardóttir. Jóhanna Sigurðardóttir (f. 4. oktober 1942 í Reykjavík) er ein íslendskur kvinnuligur politikari. Hon var forsætisráðharri í Íslandi og leiðari av samgonguni, sum hevur fingið heitið "bjarginarstjórnin" frá árinum 2009 til 2013. Jóhanna, sum er limur í íslendska Javnaðarflokkinum "Samfylkingini", hevur áður verið almannaráðharri. Hon er fyrsta kvinna, sum er stjórnarleiðari í Íslandi. Ísland hevur tó, áður havt kvinnu sum forseta, Vigdís Finnbogadóttir. Jóhanna Sigurðardóttir starvaði áður sum flogterna og er gift íslendska rithøvundinum Jóninu Leósdóttur. Hon er samkynd, og sum slík eisini heimsins fyrsti samkyndi stjórnarleiðari, ið livir opið sum samkynd. Jóhanna hevur verið almannaráðharri í tveimum umførum, og hon er kend fyri arbeiði sítt, fyri at bøta um korini hjá rørslutarnaðum, eldri og kvinnum, sum hava verið fyri yvirgangi. Móritius. Móritius ella Mauritius (enskt: "Republic of Mauritius") er ein lítil oyggj í tí Indiska havinum uttan fyri Madagaskar. Síðani umleið ár 1700 hevur oyggin verið ein fronsk koloni, og sum so nógv onnur afrikonsk hjálond hevur Móritius verið ein miðdepil fyri trælahandil og eitt paradís fyri sjórænarar. Ígjøgnum nógv ár við trælahandli og innflutningi av ymiskum fólkasløgum, er Móritius ein stórur peruvellingur av fleiri religiónum og fólkasløgum. Uml. 60 prosent av øllum fólkunum eru hinduar, ein triðingur romanskir katolikkar, og ein fimtipartur muslimar, og so eru aðrar religiónir eisini. Móritius er heimsmeistari í javnstøðu. Miðallívsævin í landinum er 74,0 og 15,6 % av fólkinum eru ikki lesifør 1. Umhvørvi. Móritar vænta at spara eini 75-90 % av orkunýtsluni til køling av dátusentrinum "The Mauritius EcoPark", við at nýta kaldan sjógv úr havinum, heldur enn meira klassiska "air conditioning". Sovorðin skipan verður longu brúkt á Cornell University í New York, har tey longu hava staðfest eina orkusparing á 86 %, og í Toronto hava tey eisini eina líknandi skipan. Útdeyð djór. Mong djór, sum eru í vanda fyri at verða týnd, liva á Móritius. Dronturin. Í 1505 varnaðist ein portugisiskur sjófari, at í oynni Móritius var ein ovurstórur fuglur. Hann var 25 kg og nevndist drontur. Skjótt fóru hópin av skipum, sum vóru á veg úr Evropa til India, at leggja leiðina um Móritius, har sjómenninir gjørdu sær dælt við feskum drontskjøti. Fuglurin var lættur at veiða, tí hann dugdi ikki at flúgva. Og tað, sum sjómenninir ikki fingu fyribeint, tað gjørdu hundar og kettur, sum teir løgdu eftir seg í oynni. Tey ótu eggini og ungarnar hjá drontinum. Seinasta frásøgn um livandi dront er frá 1681. Síðan er hann ongantíð sæddur. Einasta, sum á okkara døgum finst eftir hann, eru tveir skøltar og ein fótur. Hesi beinaræ og nakrar fáar tekningar geva okkum eina ábending um, hvussu dronturin hevur sæð út. Føroya Jarðfrøðisavn. Føroya Jarðfrøðisavn varð sett á stovn í 1951. Setningurin var at gera jarðfrøðilig kort av Føroyum í samstarvi við DGU (stytting fyri "Danmarks Geologiske Undersøgelser"), at stovna eitt jarðfrøðiligt savn og virka sum ráðgevi fyri Føroya Landsstýri. Jóannes Rasmussen (f. 1912 - d. 1992) var fyrsti stjóri á Jarðfrøðisavninum, og stjórnaði hann savninum í samfull 40 ár. Hann tók prógv sum M.Sc. í jarðfrøði frá Københavns Universitet í 1950. Frá 1953 starvaðist hann sum jarðfrøðingur á DGU, samstundis sum hann var stjóri á Jarðfrøðisavninum. Í 1955 gjørdist savnið partur av nýggja Náttúrugripasavninum. Jarðfrøðisavnið hevur húsast ymsastaðni í Havn: 1952-1995 í V. U. Hammershaimbsgøta 13; 1995-2000 í J.C.Svabosgøta 14; Síðan mai 2000 í Brekkutún 1, Hoyvík. Nick Griffin. Nicholas John "Nick" Griffin (f. 1. mars 1959 í Barnet, Hertfordshire) er formaður í British National Party, sum er kendur fyri síni sera víðgongdu sjónarmið. Condoleezza Rice. Condoleezza Rice (f. 14. november 1954 í Birmingham, Alabama) var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Republikanska forsetanum George W. Bush. Rice er fødd í Alabama í 1954. 15 ára gomul fór hon at lesa musikk í Denver í Colorado, og ætlanin var at blíva konsertpianistur. Men á universitetinum fylgdi hon einum skeiði í internationalum politikki og bleiv hereftir bitin av áhuga fyri Sovjetsamveldinum og internationalum relatiónum. Í 1974 tók hon bachelorprógv í politiskari vísund, í 1975 masterprógv og í 1981 PhD. Í 1990unum undirvísti hon í politiskari vísund. Haraftrat hevði hon tilknýti til vinnulívið. Hon var m.a. stjóri í oljufelagnum Chevron. Í 1989-91 var hon stjóri á deildini fyri sovjetisk og eysturevropeisk málsøki í Trygdarráðnum í USA. Við síni hollu vitan um Sovjetsamveldið gjørdi hon stórt inntrykk á forsetan, George W. Bush. Í 2000 bleiv hon útnevnd til ráðgeva í uttanríkismálum hjá forsetanum, og í desember sama ár bleiv hon trygdarráðgevi hansara. Í 2005 bleiv hon uttanríkisráðharri. Rice hoyrir til á tí neokonservativa vonginum í USA. Con­do­leezza Rice er ann­að konufólkið, sum er sloppið í uttanríkis­ráð­harra­sess­in hjá stórveldinum. Hin fyrra var Made­l­ine Albright, sum var dótt­­­ir ein av lærarunum hjá Con­­­do­­leezzu Rice á lærda háskúl­a­num. Hon er úr svarta minnilutanum í USA. Hillary Clinton. Hillary Diane Rodham Clinton (f. 26. oktober 1947 í Chicago, Illinois) er ein amerikanskur politikari, fyrrverandi uttanríkisráðharri í USA. Clinton er fødd í 1947. Hon las jura á Yale Law School í Connecticut, og her hitti hon tann unga Bill Clinton, sum gjørdist maður hennara. Tá hon var liðug við lesnaðin, fekk hon starv í amerikanska parlamentinum. Hon arbeiddi hart og fekk við tíðini nógv álitsstørv, og serliga nógva orku legði hon í at betra umstøðurnar hjá børnum og familjum. Hesi árini stríddi Bill Clinton seg fram til forsetaembætið, og Hillary Clinton legði eisini stóra orku í at hjálpa honum fram. Í 1993 eydnaðist tað Bill Clinton at blíva forseti. Hillary bleiv sostatt fyrstadama í USA inntil 2001, tá Bill Clinton fór frá sum forseti. Clinton var á mangan hátt ein ótraditionel fyrstadama. Hon er tann fyrsta amerikanska fyrstadaman við hægri útbúgving, og hon uppgav ongantíð sína egnu karrieru. Hon bleiv vald í senatið í 2000 og aftur í 2004. Longu í oktober 2002 nevndi The New York Times Hillary Clinton sum ein potentiellan kandidat til forsetaembætið eftir George W. Bush. Síðan tá hevur amerikanska magasinið Forbes mett hana sum eitt av máttmiklastu fólkum í heiminum. Í januar 2007 kunngjørdi hon, at hon ætlaði sær at stilla upp til forsetavalið í 2008. Tað eydnaðist henni tó ikki at gerast valevni hjá Demokratunum, tað gjørdist Barack Obama, ið vann fleiri av teimum innleiðandi valunum í amerikansku statunum enna Hillary Clinton gjørdi. Hin 12. apríl 2015 kunngjørdi hon, at hon var valevni til amerikanska forsetavalið 2016. Margaret Thatcher. Margaret Hilda Thatcher (f. 13. oktober 1925 í Grantham, Lincolnshire, Stóra Bretland, deyð 8. apríl 2013) var fyrsta, og higartil einasta kvinnan, sum hevur verið forsætisráðharri í Stóra Bretlandi. Margaret Thatcher bleiv kend sum "Jarnkvinnan", serliga aftaná at hon stóð á odda fyri Stóra Bretlandi undir Falklandskrígnum í 1982. Hon var leiðari fyri konservativa flokkinum frá 1975 til 1990. Hon gjørdist forsætisráðharri í 1979 og noyddist at leggja frá sær í 1990, tá egni flokkur hennara vrakaði hana. Lívssøga. Margaret Hilda Thatcher varð borin í heimin hin 13. oktobur í árinum 1925 í Lincolnshire. Hon tók útbúgving innan evnafrøði, og longu í lestrarárunum bleiv hon virkin í politikki sum triði kvinnuligi formaður í Oxford University Conservative Association í 1946. Í nøkur ár starvaðist hon sum granskari í evnafrøði. Seinri fór hon at lesa til sakførara og tók prógv í 1953 við sergrein í skattalóggávu. Í 1959 bleiv hon vald í House of Commons fyri Conservative Party. Í 1975 bleiv hon leiðari í flokkinum – sum tann fyrsta kvinnan nakrantíð. Hon var eisini tann fyrsta kvinnan, sum var leiðari fyri ein stóran bretskan flokk. Í 1970 bleiv hon Secretary of State for Education and Sceince. Og í 1979 bleiv hon forsætisráðharri – sum tann fyrsta kvinnan í Bretlandi. Hon fór frá sum forsætisráðharri og sum floksforkvinna í 1990. Í 1992 fór hon úr House of Commons, 66 ára gomul. Hereftir var hon virkin í fleiri ár í ymiskum felagsskapum, vinnulívinum o.s.fr. Hon var kend sum jarnkvinnan, sum stóð Ronald Reagan, fyrrv. forseta í Amerika, ógvuliga nær. Madeleine Albright. Madeleine Korbel Albright (15. mai 1937 í Prag, Kekkia) er fødd í Prag í 1937. Familjan, sum var jødisk, flýddi undan nazistunum, og tað mesta av barnaárunum búði Albright í Onglandi. Eftir kríggið var hon nøkur fá ár í Kekkia, og í 1948 búsettist hon í Amerika, 11 ára gomul. Hon tók útbúgving í søgufrøði og bleiv seinri professari. Í 1993 varð hon útnevnd til ST-ambassadør fyri USA. Í 1996 útnevndi Bill Clinton, forseti, hana sum utanríkisráharra nr. 64 í Amerika – og tann fyrsta kvinnuliga. Hon fór frá í 2001 og starvast nú sum søguprofessari við Georgetown University í Washington DC. Haraftrat er hon virkin í vinnulívinum, m.a. sum ráðgevi. Hon dugir qua sína positión og sítt globala netverk avbera væl at sparka hurðar upp. Hon hevur skrivað endurminningar við heitinum "Madam Secretary" (2003). Í bókini sigur hon m.a., at kvinnur mugu vera strategiskar, samstarva og netverka og hjálpa hvør aðrari til makt og ávirkan. Netverk – bæði við og uttan menn – er vegurin fram. Tað er Albright, sum eigur nógv brúkta sitatið: "Tað finst eitt serligt pláss í helviti fyri kvinnur, sum ikki hjálpa hvør aðrari". Carl I. Hagen. Carl-Ivar Hagen (f. 6. mai 1944 í Oslo) er fyrrverandi formaðurin í Framburðsflokkinum. Hagen er føddur 6. mai í 1944 í Oslo. Í 1983 giftist hann við Eli Hagen. Hann býr nú í Bestum í Ullern, Oslo. Hann hevur skrivað og útgivið ein bók: "Ærlig Talt" (í 2007). Kirkjubøkur. Ein kirkjubók ella ministerialbók inniheldur upplýsingar um tær kirkjuligu hendingarnar í einum prestagjaldi – upplýsingar um føðing/dóp, konfirmatión, vígslu og deyða/jarðarferð. Elstu ásetingarnar fyri Føroyar, um at prestar skulu føra kirkjubók, eru í § 2-8-7 í norsku lóg hjá Christian V frá 1687. Elsta kirkjubókin í Føroyum er fyri Eysturoyar prestagjald, og hon er eisini frá 1687. Um hetta er av tilvild ella ikki, vita vit ikki, men í øllum førum komu kirkjubøkur fyri hini prestagjøldini nógv seinni - Sandoy 1719, Suðuroy 1745, Suðurstreymoy 1757, Norðoyggjar 1760, Vágoy 1797 og Norðstreymoy 1816. 5) Vága Prestagjald Í dag eru 14 prestagjøld í Føroyum við 60 kirkjum og 60 kirkjuráðum. Eldru kirkjubøkurnar. Elstu kirkjubøkurnar eru ikki skipaðar einsháttað. Summir prestar førdu kirkjubókina kronologiskt, og aðrir býttu bókina upp eftir kirkjuligum hendingum. Ymiskt er eisini hvussu nógv stendur í bókunum. Summir prestar skrivaðu eisini m.a. trúloving, kirkjugangskonur og skriftarmál í kirkjubókina. Í 1814 komu nýggjar reglur fyri kirkjubóksføring, men hesar reglur vórðu ikki allar fylgdar í Føroyum og síggjast ikki aftur fyrr enn í 1816. Í kirkjubókunum var nú eisini pláss sett av til "tilgangsliste" og "afgangsliste" og "jævnførelsesregister". "Til- og afgangsliste" er yvirlit yvir tey, sum fluttu úr og í prestagjaldið, og "jævnførelsesregister" er navnaskrá, sum vísir til, hvar persónarnir eru skrásettir í kirkjubókini. Allir prestar hava tó ikki dagført hesar teigar eins væl. Í 1814 kom eisini krav um, at kirkjubøkurnar skuldu førast í tveimum eintøkum - ein høvuðsministrerialbók, sum presturin skuldi føra og ein kontra- ella duplikatministerialbók, sum deknurin skuldi føra. Við tí grundgeving, at deknarnir flestu staðni í Føroyum dugdu so illa at skriva og annars fingu lítla og onga samsýning fyri arbeiðið sítt, vórðu hesi boðini bert fylgd í Tórshavn. Í 1844 fóru tó øll prestagjøld í Føroyum at føra kontraministrerialbøkur. Nýggjaru kirkjubøkurnar. 1. januar í 1893 vórðu kirkjubøkurnar í øllum prestagjøldum býttar um við nýggjar. Tær innhalda fleiri upplýsingar enn tær gomlu. Tá kom t.d. krav um, at starv og føðistaður hjá deyðum skuldi førast í kirkjubókina. Eisini vórðu kirkjubøkurnar tá býttar í tvey, soleiðis at ein bók er fyri føðingar og ein fyri konfirmerað, vígd og deyð. Suðurkorea. Suðurkorea, Suður Korea ella Lýðveldið Suðurkorea (alment) er eitt land í Eysturásia. Miðallívsævin í landinum er 78,72 ár. Landalæra. Høvuðssríkið í Eysturásia er ovurstóra Kina, men har eru eisini stormbarda flatnalendi í Mongolia, Norðurkorea og Suðurkorea. Í Norður- og Suðurkorea er nógvur landbúnaður í áardølunum og á víða slættlendinum. Haðan kemur matur til allar milliónirnar, sum búgva í mongu býunum fram við strondini og inni í landinum. Sum í Norðurkorea er størri parturin av Suðurkorea fjallalendi og skógur. Búskapur. Borið saman við Norðurkorea blómar búskapurin, og landið hevur víðfevnt handilssamstarv við onnur lond, mest USA og Japan. Eftir at landið fekk sjálvstýrið í 1948, gjørdi Norðurkorea innrás í landið. Tí ið Koreakríggið (1950-1953) var av, lógu býir og verksmiðjur í Suðurkorea í skeljasori, og túsundtals flóttafólk vóru komin suður um markið úr Norðurkorea. Tjúgu ár seinni var Suðurkorea komið fyri seg aftur búskaparliga. Nýggjar verksmiðjur fóru at gera dygdarvørur til útflutnings, og nýggir stórbýir vórðu bygdir. Nú á døgum hevur Suðurkorea væl lært arbeiðsfólk, sum ger hátøkniligar ídnaðarvørur. Arbeiðsloysi í Suðurkorea er lutfalsliga lágt samanborið við onnur lond í Asia. Arbeiðsloysið er bara 3,2 % (2009). Heimsins fremstu skipasmiðjur, um mált verður í talinum á bíleggingum, hava í nøkur ár verið í Suðurkorea, men Kina er um at fara fram um teir. Serliga eru tað teir lágu lønarkostnaðirnir, sum eru atvoldin til hetta, men vaksandi eftirspurningurin í Asia ger eisini mun. Enn er Suðurkorea fremst við 37 prosentum av øllum bíleggingum á heimsmarknaðinum. Kina hevur 30 prosent, men veksur sera skjótt. Japan hevur 16 prosent. Heimskreppan hevur gjørt støðuna verri hjá arbeiðsfólki, tí í niðurgangstíðum finna fólk seg í nógv meiri órætti fyri at varðveita arbeiði, og vandin við at vera fakliga virkin gerst størri. Hóast flestu londini á pappírinum hava bundið seg til at verja mannarættindini, herundir rættin hjá fólki at vera fakliga virkin, so er í nógvum londum sera vandamikið at vera limur í fakfelagi. Í Suðurkorea og eisini Burma, Burundi, Kina, Kuba, Iran, Tunesia, Turkalandi og Simbabvi vóru álitisfólk sett í fongsul fyri sítt fakfelagsvirksemi í 2008. BTÚ fyri hvønn íbúgva í landinum er $ 27.600 (2008). Átrúnaður. Mangir átrúnaðir eru í Suðurkorea. Um helvtin av fólkinum er buddistar, hin er kristin ella konfusianistar. Mong folk á bygd trúgva enn á andamanan - at til er ósjónligur andaheimur síð um síð við sjónliga mannaheimin. Tá ið andarnir geva seg í hóslag við menniskjuni, er andamanarin millumgongumaður ímillum hesar heimar. Andamanarin tekur ímóti offurgávum, til dømis peningi og mati. Offurgávur verða latnar at blíðka andarnar. Umframt at vinna tokka og taka ímóti signing andanna, grøðir andamanarin fólk og hjálpir teimum í ymsum málum. Í Suðurkorea, har umleið ein triðingur av fólkinum eru kristin, verða prestar og trúboðarar útbúnir til at boða evangeliið til teirra kommunistisku grannar fyri norðan. Tað eru 56 ár síðani at Koreakríggið endaði, og líka síðani tá hevur Norðurkorea forfylgt tey kristnu. Í Suðurkorea, har tey kristnu eru umleið 30 prosent av fólkinum verður vónað, at endin hjá kommunistastýrinum nærkast. Tann katólska kirkjan í høvuðsstaðnum Seoul, byrjaði í 2009 at serútbúgva prestar, sum skulu arbeiða í Norðurkorea. Í tí fyrsta flokkinum eru fimm prestar, og ætlanin er at byrja við einum nýggjum flokki hvørt ár. Sambært Kristeligt Dagblad er tann katólski presturin, Matthew Hwang In-kuk, sum sjálvur flýddi úr Norðurkorea sum 14 ára gamal, ein av undangongumonnunum í hesi verkætlan. Sambært blaðnum dylir hann ikki fyri, at hann væntar, at londini bæði einaferð verða sameind aftur. Tað er tó einki áramál sett á hansara vónir, og ætlanin við útbúgving av prestum til Norðurkorea er ein 10 ára ætlan. Spenningur. Spenningurin uttan fyri koreansku hálvoynna økist í hvørjum. Suðurkorea er við í amerikanskum hernaðarvenjingum, har herskip eru savnað á havleiðunum uttan fyri hálvoynna. Norðurkorea skýrir luttøkuna "krígsavbjóðing". Avgjørdu boðini koma samstundis sum Norðurkorea eftir øllum at døma hevur sett í gongd aftur eitt kjarnoruverk, sum framleiðir plutonium – ein av pørtunum í eini kjarnorkubumbu. Koreanski trupulleikin kyknaði í 2009, tá Norðurkorea gjørdi eina kjarnorkuroyndarspronging undir jørð. Í 2010 blivu fýra suðurkoreanar dripnir, tá norðurkoreanskir hermenn lótu skot av móti eini oyggj nærhendis markinum. Tjaldrið (blað). Tjaldrið er handskrivaða felagsblaðið hjá næmingunum á Føroya Fólkaháskúla, sá fyrstu ferð dagsins ljós veturin 1901-1902 í Føgrulíð. Brá. Brá er bókmentunarligt tíðarrit, sum fyrstu ferð kom í 1982. Í 1997 kom innihaldsyvirlit, ið fevndi um tey 20 eintøkini av Brá, sum komu árini 1982-1993. Fleiri føroyskir rithøvundar hava útgivið sínar fyrstu stuttsøgur ella yrkingar í Brá. Outsider Magazin. Outsider Magasin er bókmentunarligt tíðarrit, sum fyrstu ferð kom út 2005. Í ritsjórnini eru Kim Simonsen og Bergur Rønne Moberg. Jóan Poulsen. Joen Poulsen var føddur í Svínáum. Hann tók læraraprógv í 1876 og starvaðist sum lærari í Sjóvar sókn. Hann var virkin á mongum økjum, m.a. var hann ein av stovnarum Føroya Lærarafelags og sat á løgtingi frá 1883 til 1928, eftir 1906 fyri Sambandsflokkin. Hann skrivaði fyrstu føroysku bíbliusøguna, eins og hann var uppi í at skriva fyrstu føroysku stavingarbókina. Brotið um Jósef og brøðurnar er úr „Bíbilsøgu,“ ið var fyrsta bíbliusøgan á føroyskum, sum kom út í 1900. Jakob Jakobsen. Jakob Jakobsen (føddur 22. februar 1864 í Tórshavn; † 15. august 1918 í Keypmannahavn) var føroyskur málfrøðingur. Pápi hansara var H. N. Jacobsen bókhandlari og bókbindari, sum stovnaði gamla bókahandilin á Vaglinum í Havn. Jakob var yngstur av trimum systkjum og einasti sonur. Hann fór trettan ára gamal til Danmarkar at ganga í skúla. Tá ið hann hevði lokið studentsprógv, las hann norrønt mál, franskt og latín. Hann var fyrsti føroyingur, sum fekk doktaraheitið. Tað var í 1897. Í 1892/93 og aftur í 1898 var hann í Føroyum sum granskari. Hann ferðaðist um í oyggjunum og skrivaði sagnir og ævintýr upp, sum fólk søgdu honum frá. Longu í 1901 hevði tað eydnast honum at givið alt tilfarið út í heftum. Jakob Jakobsen, ofta nevndur dr. Jakobsen ella Jákup doktari, var kendur og høgt mettur vísindamaður í norrønum máli. Hann er eisini kendur sum hann, ið vildi hava eina føroyska stavseting, sum lá nærri tí ljóðliga framburðinum, men hetta sjónarmið vann ikki frama. Øskudólgur (uppskrift úr Fugloy) er úr “Sagnum og ævintýrum,“ prentað eftir eini útgávu frá 1985. Mourits Mohr. Mourits Nicolai Mohr (1918-1956), er føddur 26. september 1918 á Sandi, deyður 13. november 1956, sonur Aksel Mohr og Annu Mariu Katrinu f. Winther, bæði av Sandi. Var giftur við Svanhild Eufemiu f. Hermansen úr Vestmanna. Mourits tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1942 og var lærari á Føroya Fólkaháskúla 1942-53, í Tórshavnar Kommunuskúla 1953-56 og á Tekniska skúla í Tórshavn frá 1942. Hann var á ársskeiði á DLH 1947-48. Mourits gjørdi vart við seg í ungmannafelagsarbeiði í Virkinum á Sandi og í Merkinum í Tórshavn. Hann skrivaði skemtileikir og yrkti tættir, men kendastur er hann fyri at hava skapað hjúnini "Læars og Annu Lenu", sum varð prentað í Følv at kalla á hvørjum ári frá 1943-55. Forlagið Fannir gav í 1993 út bókina "Læars og Anne Lena", ið er savn av skemtisøgum, tættum o.ø. eftir Mourits Mohr. Sólrún Michelsen. Sólrún Michelsen (fødd Midjord í Havn í 1948) er føroyskur rithøvundur og vinnulívsfólk. Hon vaks upp á Argjum. Eftir lokið realskúlaprógv arbeiddi hon úti eitt skifti á telegrafstøðini og var síðan heimagangandi húsmóðir, meðan børnini vóru smá. Seinni starvaðist hon á Elektron. Í 1974 stovnaðu hon og maðurin heilsølu, og hevur hon starvast har til 2008 – mestu tíðina stjóri. Sólrun gavst við at arbeiða í 2008 og er nú rithøvundur burturav. Sólrún hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur og skaldsøgur fyri børn, ung og vaksin. Í 1994 gav hon fyrstu bók sína "Argjafrensar" út. Síðan 2006 hevur hon skrivað mest til vaksin. Wakeoyggj. Wakeoy (á enskum "Wake Island") er koraloyggj í Mikronesia, hon er bara 7,3 km². Wake gekk áður undir navninum Halcyon Island. Hon er sum nógvar aðrar Kyrrahavsoyggjar undir USA, sum hevur hernaðarstøðir har. Hon hevur tropiskt veðurlag. Wake fevnir um oyggjarnar Wilkes Islet, Peale Islet og Wake Islet. Oyggjarnar liggja 3400 kilometrar vestanfyri Hawaiioyggjum. Wake er m.a. gitin frá Seinna heimsbardagi: Japan hevði ikki sent USA krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á Wake 8. desembur 1941. Hægsti blettur á oyggjunum er bert seks metrar yvir havinum, Ducks Point. Oyggin hevur ein flogvøll, sum eitur Wake Island Airfield. Flogvøllurin hevur eina flogbreyt, ið er 3000 metrar til longdar. T. D. Jakes. Thomas Dexter "T. D." Jakes (f. 9. juni 1957 í South Charleston, West Virginia, USA) er ein kendur prædikumaður og rithøvundur í The Potter's House í Dallas, Texas. Tindakráka. Tindakráka (frøðiheiti - "Pyrrhocorax pyrrhocorax") er ein fuglur, eitt slag av kráku. Harvard University. Harvard University í Massachusetts varð sett á stovn longu í 1636 og er elsti lærdi háskúlin í Amerika. Men Harvard er ikki bara elsti lærdi háskúlin í USA, hetta er eisini mest virda universitetið í USA – ivaleyst við Yale University í Connecticut beint í hølunum. Og tað er ikki bara sum at siga tað, at koma inn á Harvard, als ikki hjá útlendingum. Og at hava akademiska útbúgving av einum lærdum háskúla sum Harvard er eisini nakað fyri seg. Eitt er, at tú fært akademiska førleikan, sum í sjálvum sær gevur nógvar møguleikar, men hevur tú so tikið útbúgvingina á slíkum stað sum Harvard, kvalifiserar tað teg fleirfalt. Í 2008 vóru slakar tjúgutúsund umsóknir til tey gott og væl sekstanhundrað lestrarplássini. Elvis Presley. Elvis Aaron Presley (føddur 8. januar 1935, Mississippi, deyður 16. august 1977, Tennessee) varð borin í heim í Tupelo, Mississippi í USA. Hann seldi rock and rollplátur í millióntali og spældi í 33 filmum. Elvis doyði tann 16. august í 1977 og veruliga orsøkin er ongantíð komin fram - uttan almenna frágreiðingin um hjartastopp. Elvis, ella eisini kallaður "The king of rock 'n' roll", var føddur 8. januar 1935, í Mississippi. Hann vaks upp sum einabarn, hansara tvillingabeiggi bleiv føddur deyður. Hann vaks upp í Tupelo, men í 1948 flutti hann og familja hansara til Memphis, Tennessee. Tá Elvis var liðugur í Humes High School í Memphis, tók hann smá arbeiðir, so sum lastbilasjafør og eisini arbeitti hann í einum biografi. Hann byrjaði so smátt at syngja runt í býinum og bleiv róptur ”The hillbilly cat”, og so skrivaði hann undir við plátufelagið Sun Records í býinum, men í 1955 bleiv kontraktin seld til RCA Victor. Hann gjørdi nógv fyri at skapa tíðiligan rock and roll, hálaði mýrkan blues sang inn í hvítan. Hann bleiv skjótt kendur og ein vælumtóktur sangari, í Memphis. Og í 1956 var hann longu blivin ein international sensatión. Tað er blivi vurdera at Elvis hevur selt eina milliard eintøk verðina runt, meir enn nakar annar í søguni. 150 fløgur eru gull, platinum ella multiplatinum sertifiseraðar av Recording Industry Association of America. Elvis hevði ikki minni enn 149 løg á billboard popp listanum. 114 løg vóru á top 40, 40 løg á top 10 og 18 á endaðu nummar eitt. Øll tey 18 løg sum vóru nummar 1, vóru tilsamans í 80 vikur á billboard listanum. Og hetta var bara av hansara pop tónleiki og bara í Amerika. Hann hevur alt í alt givið 76 fløgur út. Elvis spældi við í 33 filmum, kendasti av teimum er filmurin "King Creole", har Elvis spældi høvuðsleiklutin, sum kom út í svørtum og hvítum í 1958. Hann skrivaði søgu við teimum ofta metsetandi konsertum. Hann bleiv nomineraður til 14 grammy awards, men bara tríggjar av teimum av National Academy of Recording Arts & Sciences. Elvis varð sendur til Týsklands í 1958 fyri amerikanska herin. Men hann var bara í herinum tvey ár. Har møtir hann og verður forelskaður í tí 14 ára gomlu gentuni Priscilla Ann Wagner. Tey flyta í 1960 til Hollywood í Kalifornia, og í 1968 eiga tey sítt fyrsta og einasta barn. Av Elvis’sa stóru missnýtslu av rúsevnum, byrjaði hann eisini at fáa vekttrupuleikar. Men sjálvt um vektin og mongin av rúsevnum bleiv við at hækka, bleiv Elvis við at spæla góðar og útseldar konsertir væl inní 1970'ini. Men 16. august 1977, dagin áðrenn hann skuldi fara á eina konsertferð, bleiv hann funnin deyður á vesigólvinum, í heiminum Graceland í Memphis. Orsøkin til deyða hansara ikki ordiliga føst løgt enn, men læknar høvdu funni yvir tíggju forskellig sløg av rúsevnum og heilivági í blóðinum. Man heldur at "cardiac arrhythmia" er orsøkin. Tað fær hjarta til at pumpa ójavnt, og til endans steðga. Graceland er staðið har Elvis búði til sín síðsta dag. Hann keypti villaina 25. mars 1957 fyri bara $ 102.500. Í dag er Graceland eitt stórt savn, har møguligt er at síggja hvussu Elvis livdi o.a. Graceland hevur umleið 600.000 til 900.000 vitjandi ferðafólk hvørt ár. Elvis liggur gravaður í garðinum í Graceland. Elvis verður áhaldandi heiðraður sum ein stjørna og legenda, líka nógv nú hann er deyður, sum tá hann var álívi. Elvis var sanniliga ein sensatión í sínari tíð, ikki bara í Amerika, men í øllum heiminum. Hann fullkomiliga broytti tónleikin. Hann hevur inspirerað nógv fólk í dag, og tað fer ikki at broytast. J. R. R. Tolkien. J. R. R. Tolkien (3. januar 1892 í Bloemfontein – 2. september 1973 í Bournemouth) var rithøvundur. Forbókstavirnir standa fyri nøvnunum John Ronald Reuel. Hann var eingilskmaður, men langt afturi í ættini var ein av forfedrum hansara komin úr Týsklandi, og eftirnavnið ber brá av tí. Hóast bæði foreldrini vóru ensk, so var hann føddur í Suðurafrika í 1892. Faðir hansara var ein av teimum mongu eingilskmonnunum, sum fór hagar at fáa eitt livibreyð, og konan kom eisini hagar. Men lítli John livdi bert í Suðurafrika til hann var trý ár. Pápin doyði, og mamman flutti aftur til Onglands. Mamman doyði eisini tíðliga, og hann kom til góð fólk at vera. Gávurnar hevði hann góðar, og fekk hann møguleika til at koma á bestu skúlar. Tá hann var 22 ár brast Fyrri heimsbardagi á. Hann kom upp í bretska herin eins og flestu av teimum ungu, ið tá vóru, og hann var í skotgrøvunum á vesturhermótinum í Norðurfraklandi. Hetta var ikki nakað trygt stað at vera. Hann var við í einum bardaga, har 60.000 hermenn doyðu, so har breyt í bæði borð. Tá kríggið var av, hevði hann mist allar sínar bestu vinir, og av teimum, sum gingu í hansara klassa, var hann tann einasti sum livdi. Hetta var bert tí fyri at takka, at hann gjørdist sjúkur og kom burtur frá vígvøllunum. Professarin í málfrøði. Heimafturkomin skuldi hann taka upp aftur sítt friðarliga lív við lestri og skriving, og gjørdist hann málfrøðingur. Sergrein hansara var tað málið, sum verður kallað angulsaksiskt. Tá Rómverjaríkið fall í fimtu øld tóku teir burtur teir hermenn, teir høvdu standandi í Onglandi til at verja fólkini móti álopum frá skotunum. Fyri at verja seg heittu táverandi onglendingar á nakrar fólkabólkar, sum búðu á teimum leiðum, har markið millum Týskland og Danmark er í dag. Jútar, anglar og saksar løgdust ikki á boðini og sigldu yvir um Norðsjógvin og tóku ræðið í landinum. Tað mál, teir tosaðu, gjørdist so almenna málið í Onglandi. Tað líktist avbera nógv norrønum, sum er upphavið til íslendskt, føroyskt, norskt, svenskt og danskt. Tað, sum er varðveitt av angulsaksiskum, og tað er ikki lítið, er tí tað fyrsta, ið er skrivað á einum máli, sum líkist okkara, burtursæð frá nøkrum rúnum. Tað næsta, sum er varðveitt á hesum norðurlendsku málum er "Føroyingasøga" og aðrar fornsøgur. Hobbin. Víðagitni høvundurin, J. R. R. Tolkien, gav bókina, The Hobbit, ella There and Back Again, út í 1937, og henda gandakenda og øðrvísi barnabókin varð so væl móttikin, at bókaútgevarin heitti á høvundan um at geva út eitt framhald av henni – hetta gjørdist byrjanin av eini av teimum best kendu bókunum, ið nakrantíð eru skrivaðar: Ringanna Harri. Fyri at vera ein góður lærari í angulsaksiskum mátti Tolkien tí lesa norrønt, og tað gjørdi hann saman við góðum vinum um 1930. So var tað ein dagin, hann sat og rættaði próvtøkuuppgávur, at hann sá eitt blankt ark inn ímillum. Á tað arkið skrivaði hann: "Í einari holu í jørðini búði ein hobbi". Burtur úr hesum kom bókin "Hobbin" út í 1937. Eftir øllum at døma er orðið "hobbi" avlagað av onkrum navni fyri huldumann, og tað hann ger, er tí at greiða frá, hvussu huldumenn eru, og hvat ið teir gera, og hvørjum teir eru saman við. Teir berjast ímóti illum verum, trøllum, eiturkoppum og øðrum ringum, men teir eru saman við álvum og eisini við monnum, sum teir mangan hjálpa. Fremstur av hobbunum er Bilbo Pjøkin, sum av Gandálvi verður sendur við dvørgum út á eina ferð, ið tekur eitt ár, at vinna á orminum Smáki. Hetta eydnast, og hann kemur aftur í øllum góðum við miklum ríkidømi. Men á hesi ferð hevur hann funnið ein gandaring. Tann, sum setir henda ring á fingurin gerst ósjónligur. Bókin um hobban Bilbo Pjøkan gjørdist sera væl umtókt, og forlagið bað og bønaði professaran um at koma við einum framhaldi. Men hann gav sær góðar stundir, og ár gekk av ári, uttan at forlagið fekk nakra bók. Fimtan ár seinni kom hann so við einum handriti, og tað var framhaldið av søguni um ringin. Teir á forlagnum øtaðust við, tí bókin var so stór. Teir spurdu hann um hann ikki kundi minka hana, men tað kom ikki upp á tal, og at enda kom henda bók út í trimum pørtum. Fyrsti partur,»Ringliðið«kom út í 1954, og í 1955 komu teir báðir næstu partarnir,»Tey bæði tornini«og»Kongurin kemur aftur«. Tjaldlega við húsini. Í fyrstuni var ikki nógv hóvasták gjørt burtur úr hesum bókum. Harraguð, tað komu so nógvar bøkur út, og hesar vóru stórar og dýrar. Men so hendi tað, at eitt forlag í Amerika fór at geva út eina piratútgávu, sum tað ikki ætlaði at Tolkien skuldi fáa nakað fyri, so hon kundi seljast bíliga. Serliga í sekstiárunum gjørdist hon ein rættilig kultbók. Ung fólk lósu hana, og Tolkien gjørdist navnframur út um alt mark. Hann var jú 63 ár, tá ið bókin kom út, og tá hann var farin um tey sjúti hendi tað, at ein klassi úr einum studentaskúla í Kalifornia kom við flogfari til Onglands í summarfrítíð síni og gjørdi eina tjaldlegu uttan fyri húsini hjá honum fyri at vera í nánd av hesum mæta rithøvundi. Filmarnir. Tolkien doyði í 1973, og giti hansara er bara vaksið sínani. Bøkurnar verða prentaðar umaftur og umaftur, ikki bert í teimum enskttalandi londunum, men eisini í týðingum aðrastaðni. Alt í alt er søgan um ringin prentað í meira enn 100 milliónum eintøkum, og sum kunnugt vórðu tríggir filmar gjørdir um hesa bók, og høvdu teir metstóra undirtøku. Tann fyrsti parturin kom í 2003, annar partur í 2004, og í 2005 er triði og seinasti partur komin. Palestina. Palestina (hebráiskt: ארץ־ישראל, arábiskt: فلسطين‎) er sunnasti parturin av Sýria. Rómverjar róptu landið "Palestina". Palestina er gr. snið av hebr. "Peleschet", "Filistaralandið". thumb Ígjøgnum søguna hevur Palestina havt ein sentralan geostrategiskan týdning, tí økið bindur saman afrikanska, asiatiska og evropeiska kontinentið. Umframt hetta hevur økið havt ein átrúnaðarligan og mentanarligan týdning fyri bæði islam, kristindómin og jødadómin. Av hesum orsøkum hevur økið verið ein vígvøllur við alskyns kríggjum og innrásum ígjøgnum øldirnar og hevur støðugt skift hendur ímillum jødar, persar, grikkar og rómverjar. Hundrað lond hava viðurkent palestinsku økini sum sjálvstøðugt ríki (í 2011). Landalæra. Palestina er lítið land. Tað er mest fjallaland, 700 til 1000 m. yvir havinum. Hetta hálendið gongur úr suðri og norðureftir gjøgnum Vesturjordanska landið. Fjøllini eru av kálksteini, sum er ógvuliga moyrur, og vatn lekur ígjøgnum. Har eru mongdir av holum og nógvar keldur. Ísrael er ein partur av tí gamla Palestina. Politikkur. Stórur partur av arábiska fólkinum varð noyddur at fara úr Palestina og mátti liva sum flóttafólk í Jordan og Libanon. Tí er mikil og áhaldandi fíggindaskapur ímillum ísraelsmenn, palestinar og arábisku grannalondini. Ísrael hersetti bæði Eysturjerúsalem og Vestara Áarbakka í 1967, og Eysturjerúsalem er seinni lýstur ísraelskt øki. Altjóða samfelagið og palestinararnir hava fleiri ferðir funnist at Ísrael, tí landið heldur fram við at byggja bústaðir í einum hersettu økjunum. Hamas tók valdið í Gaza í 2007. Teir hava sent rakettir í hópatali inn yvir ísraelskar bygdir og sært og dripið nógvar ísraelar hesi seinastu árini. Í 2008 vóru 3.200 rakettir og spreingivarparar send úr Gaza inn í Ísrael. Ísrael leyp á Gaza í 2008. Vápnaða deildin hjá Hamas segði í januar 2009, at hon misti "einans" 48 mans undir ísraelsku innrásini í Gaza. Ísrael sigur hinvegin, at herurin drap meira enn 500 Hamas-limir í krígnum, sum byrjaði 27. desember í 2008. Tað er trupult at ferðast hjá teimum, ið búgva í Palestinskum øki. Tey fáa ikki loyvi at ferðast gjøgnum høvuðslufthavnina í Ísrael, Ben Gurion Airport. Ístaðin mugu tey fara til ein flogvøll í Jordan, og so flúgva haðani. Tað tekur teimum vanliga tveir dagar at ferðast frá Betlehem til flogvøllin í Jordan. Tað er eisini sera trupult við loyvum og tekur langa tíð at ferðast millum býir á palestinskum økjum. Næstan 200.000 palestinar í landbúnaðarøkum á Vestara Áarbakka hava onga atgongd til rennandi vatn. Í Gaza er millum 90 og 95 prosent av vatninum dálkað og óegnað til menniskju. Sameindu Tjóðir. Frøin var stór á Vestara Áarbakka og í Gazageiranum, tá ST-aðalfundurin 29. nov. 2012 samtykti at geva Palestina eygleiðarastøðu í heimsfelagsskapinum. Hóast harða mótstøðu frá serliga USA og Ísrael atkvøddu 138 av teimum 193 limalondunum fyri. Teirra millum vóru eitt nú Noreg, Danmark og Ísland. Samtyktin gevur Palestina eygleiðarastøðu sum ikki-limaland, og tað er sama støða, sum Vatikanríkið hevur. Týskland, Stóra Bretland og Avstralia vóru millum londini, sum ikki atkvøddu. USA, Kanada, Ísrael, Kekkia, Panama, Palau, Nauru, Mikronesiasamveldið og Marshalloyggjar atkvøddu ímóti. Ísraelski ST-sendiharrin, Ron Prosor, segði at samtyktin er eitt afturstig fyri friðartilgongdina í Miðeystri. Tað sama segði amerikanski ST-sendiharrin, Susan Rice. Fólkið. Ikki allir palestinar eru muslimar. Nakrir eru kristnir (umleið 1,1 - 2,4 %). Hamas hevur ræðið á Palestinskum øki, og teir ynskja heldur at hava islam enn kristindóm. Nógv av teimum kristnu á teimum Palestinsku økjunum hava síðstu árini valt at flyta til onnur lond. Nógv flyta til USA ella lond í Vesturevropa sum Týskland og Svøríki, tí har hava tey tað nógv betri. Tey allarflestu av teimum, ið fara uttanlands at lesa, koma ongantíð aftur til Palestina. Bæði tí tað er trupult hjá teimum at fáa arbeiði, og tí at tey hava tað munandi betri í øðrum londum. Bara umleið 5 % koma aftur. Um 10 til 15 ár vera næstan eingi kristin eftir í Palestina, um henda gongdin heldur fram. Í Gaza eru bara 2.000 kristin av einum fólkatali, ið telur 1,3 millión. Á Vestara Áarbakka eru bara 1,1 % av fólkinum kristin. Og talið minkar. Barain. Kongsríkið Barein er eitt lítið oyggjaland í Persaflógvanum. Barein var fyrsta oljulandið á Arábianesinum. Stórar oljukeldur hava gjørt Barein ovurríkt, og oljuídnaður er høvuðsvinna. Oljukeldur og reinsingarstøðir geva nógvum fólki arbeiði, men ferðavinnan kastar eisini nógv av sær. Nú eru oljukeldurnar skjótt tómar. Mesta av Barein er heit, turr og grýtut oyðimørk. Høvuðsstaðurin eitur Manama. Í 1986 varð koyrandi eftir byrging til Saudiarábia. Nógvir saudar fara til Barein at stuttleika sær, tí á oynni halda tey ikki islamisku lógirnar sum í Saudiarábia. Islamisku lógirnar banna til dømis fólki at drekka alkohol. Landalæra. Barein er lítil oyggj, ikki longri enn 48 km (nakað sum Streymoyggin). Veðurlagið er heitt og turt, og næstan alt landið er oyðimørk. Av tí at har regnar so lítið, ber bara til at dyrka, um vatn verður veitt á markirnar. Fast vegasamband – brýr og byrgingar – er ímillum høvuðsoynna Barein og grannaoyggjarnar Al Muharraq og Sitrah. Fast vegasamband er eisni inn á meginlandið til Saudi-Arabia, ið Barein hevur tætt samband við. Oyggin Barein er bara 48 km long, hinar oyggjarnar eru upp aftur smærri. Búskapur. Oljuvinnan er høvuðsvinnan. Tey funnu olju og natúrgass í Flógvanum tíðliga. Meira enn helvtin av tí olju, sum er tøk í heiminum nú á døgum, er í Flógvanum. Úr boritornunum í oyðimørkini brennur natúrgassið, sum kemur upp saman við oljuni. Nú ið oljan er um at vera uppi, hevur perluveiða tikið seg upp aftur. Perlutíðin er frá juni til september. Perlukavararnir kava niður á botn við søkki uppi á sær; útgerð teirra er annars bara ein nasaklemma, knivur og kurv at leggja skeljarnar í. Dýrastu perlurnar eru fannhvítar og bera á ljósareytt. John McCain. John Sidney McCain III (f. 29. august 1936 í Panama - 25. august 2018) var senatorur í Arizona. Hann stillaði upp, sum forsetavalevni, ímóti Barack Hussein Obama (D) í 2008. Hann er eisini senatorur í Arizona. Sarah Palin var varaforsetavalevni hjá John McCain, tá hann í 2008 var forsetavalevni hjá Republikanarunum. John McCain var flogskipari í amerikanska herinum undir Vietnamkrígnum. Undir krígnum var hann skotin niður og tikin sum krígsfangi. Hann sat fangaður í Vietnam í fimm og eitt hálvt ár. McCain royndi tvær ferðir at gerast amerikanskur forseti. Í ár 2000 tapti hann uppstillingarvalið hjá republikanarunum til George W. Bush. Í 2008 eydnaðist tað honum at gerast republikanska forsetavalevnið, men hann tapti valið til demokratiska umboðið, Barack Obama. Bæði dóttur hansara, Meghan McCain, og kona hansara, Cindy McCain, hava boðað amerikanska fólkinum frá at tær eru fyri at samkynd kunnu giftast. McCain sjálvur vil kortini enn vera við, at hann bara heldur, at kvinna og maður kunnu giftast við hvør øðrum. John McCain var ein av teimum, sum syrgdu fyri, at samkynd fólk ikki kunnu giftast í Arizona, og McCain familjan er ein hin best kenda republikanska familjan í Arizona. Vestmannaoyggjarnar. Vestmannaoyggjarnar liggja 14 km suðurvestan fyri Ísland. Oyggjarnar eru 15 í talið og innihalda eisini 30 klettir og skerð. Oyggjarnar eru av vulkanskari upprunnaði og tað er yvir 10.000 ár síðani, tær risu upp úr havinum. Tað verður meint, at tær vóru búsettar árin Ísland bleiv í sínari tíð, men enn er hetta óvist. 2 prosent av fólkatalinum í Íslandi búgva á Heimaoy, sum eisini er tann størsta og einasta búsetta oyggin av vestmannaoyggjunum. Har búgva umleið 5.000 fólk og høvusframleislan er fiskur, tvs. toskur og turrfiskur. 12 prosent av samlaða útflutninum í Íslands kemur úr Vestmannoyggjunum (Heimeay). Tað er eisini eitt ógvuligani áhuganivert ferðamannaumráði, serligani aftaná vulkanútbróti í 1963, tá ið oyggin Surtoy rós upp úr havinum. Hetta fenomeni, vakti sera stóran áhuga fyri vísindafólk kring knøttin. Serligani fyri vísindafólk í kanna mál, sum tildømis, jarðarskorpuna, lava og havbotnin. Norðurlandaráðið. Norðurlandaráðið er eitt samstarv millum fólkavaldu tingini í norðurlondum, og harvið ein týdningarmikil brikkur í almenna partinum av norðurlendska samstarvinum. Norðurlandaráðið er ein pendantur til Norðurlendska ráðharraráðið, sum er samstarv millum norðurlendsku stjórnarleiðararnar. Norðurlandaráðið varð stovnað í 1952 og fevnir um tey fimm norðurlendsku londini Danmark, Finland, Ísland, Noreg og Svøríki, umframt tey trý sjálvstýrandi økini Føroyar, Grønland og Áland. Karmarnir fyri Norðurlandaráðið eru settir í Helsingforssáttmálanum frá 1962. Endamálið hjá ráðnum er at varðveita og menna norðurlendska samstarvið, tá tað kemur til rættarviðurskifti, mentan, samferðslu, umhvørvi, sosial og fíggjarlig viðurskifti. Virðislønirnar eru áljóðandi 350.000 DKK og verða handaðar í sambandi við árliga fundin hjá ráðnum. Norðurlendska ráðharraráðið. Norðurlendska Ráðharraráðið er ein samstarvsbólkur hjá norðurlendsku stjórnunum. Grundarlagið fyri Norðurlendska ráðharraráðnum er skrivað í Helsingforssáttmálanum. Norðurlendska Ráðharraráðið varð sett á stovn í 1971 og fevnir um tey fimm norðurlendsku londini Danmark, Finland, Ísland, Noreg og Svøríki, umframt landsstýrini í teimum trimum sjálvstýrandi økjunum Føroyar, Grønland og Áland. Formansskapurin fyri ráðharraráðið varðir eitt ár og skift verður millum tey fimm norðurlendsku londini. Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins verður luta hvørt ár í samband við setanina av Norðurlandaráðinum. Fyrstu ferð virðislønin var luta var í 1995. Filmvirðisløn Norðurlandaráðsins. a> vann Filmsvirðisløn Norðurlandsráðsins í 2009 Filmvirðisløn Norðurlandaráðsins er ætlað at vekja áhuga fyri filmun úr norðurlondum. Virðislønin varð stovnað í 2002 og hevur frá 2005 verði latin hvørt ár. Norrønt mál. Mál sum hava uppruna í norrønt: Íslenskt, Føroyskt, Norn, Norskt(Nynorskt), Danskt, Svenskt, Gutnish, og Álvdalska. Norrønt, fornnorrønt ella bara vesturnorrønt, sum tað verður kalla í dag og donsk tunga vóru felagsnøvnini fyri Norrøna málið í landnámstíðini. Tá ið føroyinga søga bleiv skriva í (1200 e.kr) vóru munirnir ímillum tey norðurlensku málini so lítlir, at tað var næstan tala um "eitt" felags-norðurlenskt mál. Í dag verður norrøna málið helst kalla vesturnorrønt og hoyrir undir (forníslenskt og fornnorskt). Málið var tosa í tíðarskeinum uml. (7-800) og til miðjari 13.øld. Norrønt mál er komið úr norðurgermanskum málið, sum er ætta úr indo-evropeiskum. Málið bleiv tosað í Skandinavia og í norðurlondum. Tað byrjaði við norðurgermanskum uml.(0-200 e.kr) og síðani fornnorrønt uml.(200-500). Aftaná tað skiftið tað til proto-Norrønt uml.(500-700) og var tað í hesum tíðarskeiði at tær størstu broytingarnar vóru framdar, t.d bleiv harawanaz til hrafn sum merkir ravnur. Í (700-800) vóru tær endaligu málsligu broytingarnar framdar, og málið bleiv til tað vit í dag kenna sum norrønt mál. Nú á døgum hoyra íslendskt, føroyskt, norskt og tað útdeyða norn málið til vesturnorrønt greinina meðan, Danskt og Svenskt hoyrir til eysturnorrønt greinina. Tað danska málið hevur flutt seg nógv burtur frá tí upprunaliga norrøna málinum, og tað hevur svenskt fyri sovítt eisini, men tó ikki líka nógv sum tað danska. Danskt og svenskt hava verið ávirka av hvørjum øðrum gjøgnum tíðina, og danskt hevur verið nógv ávirka av tí norðurtýska málinum. Íslenskt, sum er tað málið í dag ið er tættast uppá norrøna málið, hevur næstan ikki broyt seg yvir árini, meðan føroyskt hinvegin hevur broytt seg eitt sindur, helst vegna sterkari ávirkan úr Danmark, t.d, domineraði tað danska skriftmálið bæði sum skúlamál og kirkjumál í yvir 300 ár(1538-1856). Tað sama hendi í Norra, men tó yvir eitt longri tíðarskeið, tískil hevur tað norska málið so tætt tilknýti til danskt nú á døgum. Faðirvár á norrønt: Faþer vár es ert í himenríki, verði nafn þitt hæilagt Til kome ríke þitt, værði vili þin sva a iarðu sem í himnum. Gef oss í dag brauð vort dagligt Ok fyr gefþu oss synþer órar, sem vér fyr gefom þeim er viþ oss hafa misgert Leiðd oss eigi í freistni, heldr leys þv oss frá öllu illu. Faðirvár beinleiðis umsett til íslenskt: Faðir vor er ert í himinríki, verði nafn þitt heilagt Til komi ríki þitt, verði vilji þinn svo á jörðu sem á himnum. Gef oss í dag brauð vort daglegt Og fyrirgef þú oss syndir vorar, sem vér fyrirgefum þeim er við oss hafa misgert Leið oss eigi í freistni, heldur leys þú oss frá öllu illu. Faðirvár á íslenskum: Faðir vor, þú sem ert á himnum. Helgist þitt nafn, til komi þitt ríki, verði þinn vilji, svo á jörðu sem á himni. Gef oss í dag vort daglegt brauð. Fyrirgef oss vorar skuldir, svo sem vér og fyrirgefum vorum skuldunautum. Og eigi leið þú oss í freistni, heldur frelsa oss frá illu. Því að þitt er ríkið, mátturinn og dýrðin að eilífu, amen. Forn-Gutnish í kemur úr Gotlandi(ein søgn): Þissi þieluar hafþi ann sun sum hit hafþi. En hafþa cuna hit huita stierna þaun tu bygþu fyrsti agutlandi fyrstu nat sum þaun saman suafu þa droymdi hennj draumbr. So sum þrir ormar warin slungnir saman j barmj hennar Oc þytti hennj sum þair scriþin yr barmi hennar. þinna draum segþi han firi hasþa bonda sinum hann riaþ dravm þinna so. Alt ir baugum bundit bo land al þitta warþa oc faum þria syni aiga. þaim gaf hann namn allum o fydum. guti al gutland aigha graipr al annar haita Oc gunfiaun þriþi. þair sciptu siþan gutlandi i þria þriþiunga. So at graipr þann elzti laut norþasta þriþiung oc guti miþal þriþiung En gunfiaun þann yngsti laut sunnarsta. siþan af þissum þrim aucaþis fulc j gutlandi som mikit um langan tima at land elptj þaim ai alla fyþa þa lutaþu þair bort af landi huert þriþia þiauþ so at alt sculdu þair aiga oc miþ sir bort hafa sum þair vfan iorþar attu. Umsett til Norrønt: Þissi Þjelvar hafði ann sun sum hít Hafði. En Hafða kuna hít Hvítastjerna. Þaun tú byggðu fyrsti á Gutlandi. Fyrstu nátt sum þaun saman sváfu þá droymdi henni draumr; só sum þrír ormar varin slungnir saman í barmi hennar, ok þýtti henni sum þair skriðin ýr barmi hennar. Þinna draum segði han firi Hafða bónda sínum. Hann raið draum þinna só: "Alt ir baugum bundit, bóland al þitta varða uk fáum þría syni aiga." Þaim gaf hann namn, allum ófýddum; Guti, al Gutland aiga; Graipr, al annar haita; ok Gunnfjaun þriði. Þair skiptu síðan Gutlandi í þría þriðjunga, só at Graipr þann eldsti laut norðasta þriðjung, ok Guti miðal þriðjung, en Gunnfjaun þann yngsti laut sunnarsta. Síðan, af þissum þrim aukaðis fulk í Gutlandi sum mikit um langan tíma at land elpti þaim ai alla fýða. Þá lutaðu þair bort af landi hvert þriðja þjauð só at alt skuldu þair aiga ok mið sír bort hafa sum þair ufan jorðar áttu. Legg til merkis: Danska og Svenska málið var umleið tað sama á skrift, heilt upp til 11.øld. Forn-Svenskt úr 900 e.kr: Reð Þjóðrikr hinn Þormóði, stillir flutna, strandu Hræiðmarar, hann sitir nú gorr á guta sinum, skjaldi um fatlaðr, skati Mæringa Norrønt: Reð Þjóðrekr hinn Þormóði, stillir flotna, strondu Hreiðmarar. Hann sitr nú gorr á gota sinum, skjaldi of fatlaðr, skati Mæringa Keldir: ymsar slóðir á netinum og fakta frá gomlum bókmentum. Heavy Metal. Heavy metal, á føroyskum ofta nevndur ”tungmálmur” er ein sjangra av rokk tónleiki, sum kom fram í 1960’unum og fyrst í 1970’unum, og hetta serstakliga í Onglandi og USA. Við grundstøði í blues-rokki og psykodeliskum rokki útviklaðu bólkarnir, sum skaptu tungmálmstónleikin, eitt tjúkt, massivt ljóð, sermerkt av forsterkaðum reingingum, longum guitar soloum, føstum rútmum, og sum heild eitt hart ljóð. Á føroyska tónleikapallinum eru fleiri bólkar, sum hava markerað seg, sum heavy metal bólkar. Týr sá dagsins ljós í 1998. Sterkt inspireraður av føroyskum tónleiki og norðurlendskari mytologi, hava teir sera virknir givið 6 fløgur út og verið á mongum uttanlandsferðum ymsastaðni í heiminum. Á altjóða pallinum hava bólkar sum t.d. Led Zeppelin, Black Sabbath og Deep Purple, verið undangongumenn innan tung málm. Teir drógu hópin av áskoðarum til sín, hóðast teir mangan vóru háðaðir, soleiðis sum sjangran mangan hevur verið móttikin upp ígjøgnum søguna. Miðskeiðis í 1970’unum hjápti bólkurin Judas Priest menningini í sjangruni, við at sálda stórar partar av blues inspiratiónini frá; Motörhead presenteraði eitt punk rokk ovurviðkvæmi og teir løgdu ein hægri dent á skjótleika. Bólkar í New Wave of British Heavy Metal sjangruni, sum t.d. Iron Maiden fylgdu einum líknandi spori. Við endanum á 1970’unum, hevði tungmálmur hálað ein heimsumfatandi bólk av fjepparum til sín, á enskum róptir "metalheads" ella "headbangarar". Í 1980’unum, bleiv glam metal ein stór vinnugrein við stórum avkasti við bólkum, sum t.d. Mötley Crüe. Underground pallurin skapti eina røð av meira ekstremum og ágangandi stílum: thrash metal bleiv mainstream við m.ø. Metallica, ímeðan t.d. death metal og black metal enn eru sermentunnar fyribrigdi. Í 1990’unum hava populerar sjangrur, sum t.d. nu metal, sum ofta tekur elementir av funk og Hip hop uppí; og metalcore, sum blandar extreme metal við hardcore punk, førka definitiónina av sjangruni enn einaferð. Mads Glæsner. Mads Glæsner (føddur 18. oktober 1988) er danskur elitu svimjari. Mads Glæsner svimur fyri Vestegnens Aqua Team (VAT), hann hevur fyrr svomið við Sigma. Glæsner hevur sett fleiri norðurlendsk met. Hann eigur metini á langbana (50 metra bana) í 400m og á stuttbana í 200, 400, 800 og 1500 metrum. Sí Norðurlendsk met í svimjing. OL í Beijing 2008. Glæsner luttók fyri fyrstu ferð til Summar OL 2008 (Olympisku Leikirnar) í Beijing í greinunum 400 m frí og 1500 m frí fyri menn. EM í svimjing á stuttbana 2008. Mads Glæsner luttók á evropameistara kappingini 2008 í Rijeka í Kroatiu 11.-14. desember 2008. Besta úrslit hansara til hesa kapping var bronsu merki í 400 m frí við tíðini 3:39.77. World Cup 2009 í Moskva. Mads Glæsner vann silvur í 400m frí á stuttbana hjá monnum til World Cup stevnuna í Moskva í november 2009 við tíðini 4:40.10. Í kappingini 1500 frí á stuttbana hjá monnum vann Glæsner bronsu við tíðini 14:43.44. Ta kappingina vann føroyski Pál Joensen við tíðini 14:32.64. Vitaly Romanovich frá Russlandi vann silvur við tíðini 14:39.51. World Cup 2009 í Stokkholmi. Glæsner vann gull í 400 frí á stuttbana hjá monnum á World Cup stevnuni í Stokkholmi í Svøríki í november 2009. Hann vann við tíðini 3:38.78. Føroyski Pál Joensen gjørdist nummar 5 til hesa kapping við tíðini 3:40.16. Mads Glæsner svam eisini teinin 1500 m frí hjá monnum á stuttbana. Hann vann bronsu við tíðini 14:39.88. Vinnarin av 1500 frí gjørdist Federico Colbertaldo úr Italiu við tíðini 14:28.35 og nummar tvey gjørdist Pál Joensen úr Føroyum við tíðini 14:32.59 World Cup 2009 í Berlin. Glæsner vann silvur í 400m frí á stuttbana hjá monnum á World Cup stevnuni í Berlin í november 2009. Mads Glæsner svam við tíðini 3:37.75. Heimsmeistarakapping á stuttgeil í Dubai 2010. Glæsner luttók á heimsmeistarastevnuni í svimjing á stuttgeil, sum var í Dubai í desember 2010. Glæsner vann silvur í 1500 metrum frí við tíðini 14:29.52. Heimsmeistarakapping á langgeil í Shanghai 2011. Mads Glæsner luttók á HM í svimjing 2011 í Shanghai. Hann luttók í 200 m frí, 400 m frí, 800 m frí og 1500 metrum frí. Hann svam seg ikki í finaluna á nøkrum av hesum teinunum. Hann gjørdist nummar 32 í 200 m frí, nummar 12 í 400 m frí við tíðini 3:48.41, nummar 11 í 800 m frí við tíðini 7:54.57. og nummar 13 í 1500 m frí við tíðini 15:12.52. Vinnarin í 1500 m frí gjørdist kinverjin Sun Yang við tíðini 14:34.14, sum var nýtt heimsmet. Føroyski Pál Joensen gjørdist nummar fýra í finaluni við tíðini 14:46.33. Glæsner hevur kvalifisera seg til OL í 400 m frí. Tá HM var í Shanghai kláraði hann akkurát ikki at kvalifisera seg í 1500 m frí til HM, 800 m frí er ikki ein OL disiplin. Glæsner skal sostatt svimja fyri Danmark í 400 m frí til OL 2012 í London og Pál Joensen skal umboða Danmark í 1500 m frí. Glæsner kann tó náa at kvalifisera seg til 1500 m frí eisini. Tað kunnu í mesta lagi 2 svimjarir svimja í teimum einstøku kappingunum fyri hvørt landi. EM 2011 á stuttbana í Stettin í Póllandi. Mads Glæsner luttók á EM á stuttbana í Stettin í Póllandi í døgunum 9. til 11. desember 2011. Hann vann silvur í 400 m frí og í 1500 m frí. Í 400 m frí svam hann við tíðini 3:39.30, meðan vinnarin Paul Biedermann svam við tíðini 3:68.65. Føroyski Pál Joensen gjørdist nummar fýra í hesi kappingini. Glæsner svam við tíðini 14:29.88 í 1500 m frí. Hann svam skjótast av teimum 10, sum svumu í finalu heatinum, men av tí at polakkin Mateusz Sawrymowicz svam skjótari í innleiðandi heatininum um morgunin við tíðini 14:29.81, so gjørdist hann vinnari. Teir sum hava bestu tilmeldingartíðirnar sleppa beinleiðis í finaluna, men hinir sum svimja í spakuligari heatunum kunnu tó vinna, um teir svimja skjótari enn teir sum svimja í finalu heatinum. 2012 OL í London. Mads Glæsner luttók á OL í London í 2012. Hann vann onki heiðursmerki. 2012 HM í svimjing á stuttgeil (25 m) í Istanbul. Mads Glæsner luttók á HM í svimjing á stuttgeil í Istanbul í Turkalandi í desember 2012. Hann vann upprunaliga gull fyri Danmark í 1500 m frí við tíðini 14:30.01, men í juni 2013 avdúkaðu dopingroyndir, sum vóru gjørdar undir kappingunum í Istanbul, at Mads hevði tikið eitt ólógligt evni, sum nevnist levomethamphetamine, og orsakað av hesum varð avgjørt, at hann skuldu missa øll heiðursmerki, ið hann hevði vunnið á hesi svimjistevnuni. Í somu kapping vann fyrsti føroyingur nakrantíð eitt HM heiðursmerki, tá Pál Joensen gjørdist nummar trý við tíðini 14:36.93 og harvið vann bronsu, eftir at Mads misti sítt gull heiðursmerki, merkir tað samstundis, at bronsuheiðursmerkið hjá Pál verður broytt til eitt silvur heiðursmerki. Glæsner svam eisini 400 m frí og vann upprunaliga bronsu í tí kappingini við tíðini 3:40.09, men orsakað av positivu dopingroyndini misti hann eisini hetta heiðursmerkið. Pól Thorsteinsson. Pól Thorsteinsson føddur 1973 í Vági er ein føroyskur fótbóltsspælari og fyrrverandi landsliðsleikari. Pól starvast sum fíggjarleiðari í Vágs kommunu. Í 2009 spældi Pól Thorsteinsson við bestu deildini hjá Sumba, sum gjørdist nummar eitt í 1. deild og rykti upp í Vodafonedeildina. Pól Thorsteinsson avgjørdi, at hetta var seinasta árið, at hann spældi fótbólt á høgum støði. Eftir 1. januar 2010 skiftið felagið navn frá Sumba til FC Suðuroy. Pól Thorsteinsson var nevndarlimur og peningarøkil hjá FC Suðuroy í 2010 og 2011, hann bar seg undan afturvalið á aðalfundinum síðst í 2011. Fótbólsfeløg í Føroyum og Íslandi. Pól Thorsteinsson hevur spælt við trimum føroyskum feløgum: VB (seinni VB/Sumba), B36 og NSÍ og einum íslendskum fótbóltsfelag Valur. Løgmanssteypið. Pól Thorsteinsson hevur verið við til at vunni Løgmanssteypið tríggjar ferðir: 2001 við B36, 2002 við NSÍ og 2003 við B36. Løgmanssteypið æt fyrr Ísafjarðarsúlan. Føroyameistari. Pól hevur harumframt vunnið Føroyameistaraheitið tríggjar ferðir: 2001 og 2005 við B36 og 2007 við NSÍ. Ársins leikari og ársins lið. Pól Thorsteinsson varð kosin Ársins leikari í 2003, tá spældi hann við B36. Sama ár var hann eisini eitt av teimum 11 nøvnunum á "Ársins lið" hjá Dimmalætting. Í 2001 var Pól Thorsteinsson ein av teimum 11 leikarunum sum vóru valdir til "Ársins lið" hjá Sosialinum og hjá Sjónvarpi Føroya. Føroyska Landsliðið. Pól Thorsteinsson spældi 37 landsdystir við føroyska A-landsliðnum í fótbólti í tíðarskeiðnum 1997-2004. Pól spældi sum verjuleikari á A-landsliðnum. 1800 minuttir út í eitt á landsliðnum. Pól Thorsteinsson leikti yvir 1800 min út í eitt á landsliðnum uttan at verða skiftur út ella skaddur yvir 20 dystir á rað. Tað var met tá. Slóðir. Thorsteinsson, Pól Thorsteinsson, Pól Thorsteinsson, Pól Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir. Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir er føroysk listakvinna. Hon er fødd 1966 í Havn og býr nú á Argjum. Aggi hevur eisini búð í Danmark, har hon tók listarliga útbúgving og so búði hon nøkur ár suðuri í Vági, har hon hevði myndlistaverkstað í sama bygningi sum Ruth Smith Savnið heldur til. Í nøkur ár var Aggi forkvinna í felagnum, Skálin við Skálá, sum eigur Ruth Smith Savnið. Aggi fær íblástur ymsastaðni frá, eitt nú frá náttúruni. Fleiri av málningum hennara vísa smálutir av t.d. blómum. Listaframsýningar. Aggi hevur luttikið í ymiskum listaframsýningum bæði í Føroyum og í øðrum londum. Eitt nú kann nevnast, at Aggi var gestaframsýnari á Heystframsýningini í Listahøllini á Tórshavnar Skipasmiðju, sum nú eitur MEST, og í Norðurlandshúsinum á heysti 2008. Ein av hennara málningum, sum nevnist Dilsea Carnosa/Kjøtblað (2007) og var við á framsýnigini, var nýttur sum kápumynd á bóklingi, sum var útgivin í sambandi við framsýningina. Aftur í 2009 var Aggi gestaframsýnari á Heystframsýningini. Smyril M/S. Tá nýtt skip, Smyril, varð keypt til Suðuroyar leiðina í 2005, varð avgjørt, at ung føroysk listafólk skuldu sleppa at prýða skipið við teirra list. Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir er eitt av listarfólkunum, sum hava myndprýtt Smyril, tað gjørdi hon við myndarøðini "Carpe Diem". Skapandi spírar og Ung í Føroyum. Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir hevur verið leiðari av fleiri verkætlanum fyri ung, eitt nú hevur hon tríggjar ferðir verið verksmiðjuleiðari av verkætlanini "Skapandi Spírar", seinast var suðuri í Vági, tá Vágs Kommuna fylti 100 ár. Børn sluppu at royna seg sum listafólk og so var framsýning við listarverkum teirra. Í dag hanga fleiri av hesum málningum á Heilsumiðstøðini í Vági og prýða veggirnar í læknahølunum har. Aggi var leiðari av myndlista verksmiðju í verkætlanini "Ung í Føroyum Suður" í 2007. Skúladepilin í Suðuroy. Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir er eitt av listafólkunum, sum fingu heiðurin at prýða stásiliga Skúladepilin í Suðuroy. Flestu av málningum hennara hanga í stóru kantinuni, har stór vindeygu venda eystureftir móti Hovsbygd. Útbúgving. Aggi hevur nomið sær holla útbúgving í Danmark, hon tók 5 ára útbúgving á Det Fynske Kunstakademi í Odense (1990-95) og eitt ára útbúgving á Billedskolen á Jagtvej í Keypmannahavn (1989-90). Leinkjur. Ásgeirsdóttir, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Aggi Ásgerð Óli Johannesen. Óli Johannesen er føroyskur fótbóltspælari, verjuleikari og fyrrverandi landsliðsleikari, føddur á Tvøroyri í mai 1972. Hann spælir við TB, men ikki í bestu deildini longur. Fótbólsfeløg. Óli Johannesen hevur spælt við elsta føroyska fótbólsfelagnum TB og eitt skifti spældi hann fótbólt í Danmark við Hvidovre og AGF úr Århus. Landsliðið. Óli Johannesen hevur spælt 83 dystir við føroyska A-landsliðnum. Fyrsti dysturin hann spældi við landsliðnum var ein vinardystur móti Ísrael í 1992. Óli Johannesen átti metið fyri flest spældar dystir á landsliðnum í fleiri ár, til Fróði Benjaminsen tók metið. Hann hevur skotið eitt mál fyri føroyska landsliðið, tað var í 1993 móti Estlandi. Óli spældi í verjuni. Slóðir. Johannesen, Óli Jim Brickman. Jim Brickman (føddur 1961) er ein amerikanskur sangskrivari og klaverspælari. Hann er kendur fyri síni klaverløg, og hevur arbeitt saman við artistum sum til dømis Michael W. Smith, Martina McBride, Donny Osmond, Mark Schultz, Olivia Newton-John og Lady Antebellum. Í 2003 varð hann Grammy tilnevndur til "Songwriter of the Year" og av Canadian Country Music Award tilnevndur til "Best Vocal/ Instrumental Collaboration". Afturat hesum bleiv hann tilnevndur til eina Dove Award sum varð kunngjørd av Gospel Music Association. Síðan 1997 hevur hann verið vertur í egnari útvarpssending, "Your Weekend with Jim Brickman", sum verður send í amerikanskum útvarpi. Brickman hevur eisini givið út tríggjar PBS, og er vertur á einum ferðaskipi fyri fjepparar. Afturat hesum hevur hann stovnað Brickhouse Direct - ein fyrtøka sum ráðgevur strategiska sølu og e-handil fyri kundar í ymsum starvsgreinum. Fyrstu árini. Brickman er føddur og uppvaksin í Cleveland, Ohio í USA. 5 ára gamal byrjaði hann at spæla klaver, og fór seinni at lesa "composition and performance" á Cleveland Institute of Music, samstundis sum hann tók vinnutímar á Case Western Reserve University. Í 1980 stovnaði hann egnu tónleika fyritøku, "The Brickman Arrangement". Her skrivaði hann jinglur fyri fyritøkur um alt landið, har ímillum McDonald's, Pontiac, City of Cleveland, Ohio Lottery, and Isuzu. Aalborg. Nytorv í miðbýnum á Aalborg Aalborg (Ålborg) er ein býur í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 109.092 fólk, um Nørresundby verður taldur við, so er íbúgvaratalið 126.556, hetta fólkatalið ger Aalborg til tann fjórðstørsta býin í Danmark. Í Aalborg kommunu búgva 201.142 (2012), hetta ger kommununa til ta trið størstu kommunu í Danmark, næst eftir Keypmannahavn og Århus. Hin 1. januar 2007 legði Aalborg kommuna saman við grannakommununum Hals, Nibe og Sejlflod. Søga. Søgan hjá Aalborg býi fer meira enn 1000 ár aftur í tíðina. Alabu er tað fyrsta kenda navnið fyri Aalborg, tað er skrivað á pengamyntir sum eru frá 1040-árunum. Býurin fekk keypsrættindi í 1342. Áðrenn Víkingatíð. Hildið verður, at býurin varð bygdur í Víkingatíðini, men prógv eru funnin um at fólk hava búð har í nógv longri tíð enn so. Orsøkin til at býurin er har ið hann er, er tann at staðið er eitt gott stað at ferðast yvir um Limfjørðin, sum er smalur á hesum staði, umframt at her vóru góðir havnamøguleikar har ið áin Eysturá (Østerå) rennur út í fjørðin. Í Jarnøldini lógu fleiri bygdir á fleiri av kritheyggjunum, har núverandi Aalborg er bygdur. Teir týdningarmesti av hesum heyggjum vóru "Lindholm Høje", "Tranders" og "Hasseris". Á Lindhólm Heyggjunum er eitt gravarstað, sum var í nýtslu tíðarskeiðið 400 e.Kr. til 1000 e.Kr. enn sjónligt. Víkingatíðin. Hildið verður, at tann fyrsta staðsetingin á Aalborg var við munnan á Eysturánni við Limfjørðin, í tí økinum har ið gøturnar Algade og Boulevarden møtast í dag. Áin virkaði sum havn eins og áir gjørdu í øðrum býum á handilsstøðum í Danmark í Víkingaøldini. Undir teimum eldstu húsunum hevur man funnið spor eftir landbúnaði. Eftir øllum at døma hevur ein bygd verið her frá umleið ár 800 e.Kr. Dominika. Dominika er eitt minni oyggjaland í Karibia, ið ikki skal blandast saman við tað størri Dominikanalýðveldið. Louis Pasteur. Louis Pasteur, franskur vísindamaður, mikrobiologur og evnafrøðingur. Louis Pasteur (27. desember 1822 – 28. september 1895) var ein franskur evnafrøðingur og mikrobiologur føddur í Dole í Fraklandi. Hann er mest kendur fyri sítt merkisverda gjøgnumbrot í orsøkum og fyribyrging av sjúkum. Hansara gransking og úrslit hava minka um deyðatíttleikan av barsilsfepuri, og hann framleiddi fyrstu koppsetingina (vaksinu) móti hundaøði (rabies). Hansara royndir stuðlaðu fatanini av at sjúkur eru elvdar av mikroorganismum. Vanlig fólk minnast best Pasteur fyri hansara uppfinning av einum máta at forða fyri, at mjólk og vín elva til sjúku, ein framleiðsluháttur, sum seinni varð nevndur pasteurisatión. Pasteur er mettur at vera ein av trimum, sum hava grundlagt mikrobiologiina. Hinir báðir eru Ferdinand Cohn og Robert Koch. Kári á Rógvi. Kári á Rógvi (4. mai 1973 í Tórshavn - 14. februar 2015) var ein føroyskur politikari og løgfrøðingur. Hann var útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet í 1998 og útbúgvin doktari (ph.d.) í løgfrøði, hann vardi ph.d. ritgerðina á Háskóla Íslands í 2009. Hin 1. mars 2014 varð hann settur í starv sum professari á Fróðskaparsetri Føroya, áðrenn tað hevði hann starvast á Fróðskaparsetrinum sum lektari á Søgu- og samfelagsdeildini frá 2008 til 28. februar 2014. Kári var giftur við Jóhonnu á Rógvi (fødd Kristiansen), tey fingu trý børn: Bragi, Brestir og Brindis. Kári og familjan búðu á Argjum. Hann var sonur Eyðun á Rógvi og Sunnevu Dalsgaard og bróðir Elin á Rógvi og Hera á Rógvi. Kári andaðist bert 41 ára gamal eftir stutta sjúkralegu. Politisk lívsleið. Kári var løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin frá 2008 til 2011. Hann var formaður Sjálvstýrisfloksins frá oktober 2010 til november 2011. Kári á Rógvi stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsval í januar 2008 og til fólkatingsval í 2007, hann stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann var fyrstvaldur hjá Sjálvstýrisflokkinum í 2008 við 572 atkvøðum. Flokkurin fekk tá tvey umboð vald inn á Føroya Løgting. Kári stillaði eisini upp til Løgtingsvalið 2011, men var ikki afturvaldur. Nevndararbeiði. Kári á Rógvi hevur verið skrivari í Grundlógarnevndini og næstformaður í Stýrisskipanarnevndini. Eisini hevur hann verið við í lógarfyrireikandi arbeiðinum, sum førdi til gerðarrættin í 2006. Hann eigur sín part í at vit hava fingið eitt føroyskt lógarrit og eitt grundskeið í lóg á Fróðskaparsetrinum. Metusalem. Metusalem er krimisøga eftur Jógvan Isaksen um tann gravandi blaðmannin Hannis Martinsson. Hon er útgivin í 2008. Samandráttur. Vælumtókti føroyski detektivurin Hannis Martinsson er aftur á ferð í krimibókini "Metusalem" Heitið á bókini sipar til eina beinagrind, sum verður funnin í Hoyvíkstjørn. Menn meta leivdirnar at vera um túsund ára gamlar, men ein sandingur sigur, at beinagrindin er av beiggja sínum, sum hvarv í 1961. Ein gátufør beinagrind er hesuferð orsøkin til, at detektivurin Hannis Martinsson verður fløktur inn í eitt óhugnaligt mál. Frá hesum degi verður Hannis Martinsson fløktur inn í eina røð av hendingum, sum hava træðrir aftur til skotska trolaran»Red Crusader«og hernaðarstøðina í Mjørkadali. Norðlýsi (krimiskaldsøga). Norðlýsi er krimisøga eftir Jógvan Isaksen um tann gravandi blaðmannin Hannis Martinsson. Hon er útgivin í 2009. Samandráttur. "Norðlýsi" gongur fyri seg seinast í november og fyrst í december beint undan COP15 í Keypmannahavn. Føroya nývaldi kvinnuligi løgmaður verður skotin, tá ið hon skal tendrað jólatræið á Vaglinum. Stutt seinni verða tvey fólk brend inni umborð á einum báti á Vestaruvág. Aftrat drápinum á landsins fremstu kvinnu skal tað stutt eftir vera veðurlagsfundur í Norðurlandahúsinum, undanfundur til ta stóru stevnuna í Keypmannahavn, og her eru væntandi nógv stór altjóða nøvn. Hannis Martinsson arbeiðir á Blaðnum, ið heldur til í Vágsbotni. Hann fer undir at kanna, um samband er í millum málini, og onkursvegna kemur spurningurin um Føroyar og tey samkyndu upp í leikin. Dávur Juul Magnussen. Dávur Juul Magnussen er føroyskur trombonspælari úr Havn. Hann varð í 2008 settur í starv sum 1. trombon leikari í skotska symfoniorkestrinum "The Royal Scottish National Orchestra" (RSNO). Magnussen hevur spælt við tónleikabólkinum Lawetz, sum varð stovnaður í 2002. Lawetz var ein av bólkunum sum spældi til Prix Føroyar í 2003 og 2005. Hann gongur á "Royal Scottish Academy of Music and Drama" í Glasgow. Í 2011 fekk Davur gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Børkur Hanagleiv. Føroysk teknirøð, sum Bergur Dalsgaard skrivar og teknar. Teknirøðin var fyrstu ferð at síggja í 1985, tá hon varð útgivin í tíðindablaðnum 14. september undir heitinum "Sigmar Hanagleiv og aðrir". Í 1986 kom teknirøðin í Barnablaðið, har hon helt fram við onkrum støðgi til 1994. Í 2000 fekk Børkur so pláss í Dimmu, har hann kundi lesast hvørja viku fram til 2008. Í 2004 kom hann aftur í Barnablaðið, har hann nú er at síggja í litum. Útgivin eru tvey albumm við Børki Hanagleiv, eitt í 2007 og eitt í 2009. Corbin Bleu. Corbin Bleu Reivers (føddur 21. februar 1989 í New York City) er ein amerikanskur sjónleikari, sangari, dansari og modell. Hann er eitt nú kendur fyri at spæla við í "Catch That Kid" og Disney Channels filminum "High School Musical" (1, 2 og 3), og "Jump In!" og í sjónvarpsrøðini "Flight 29 Down". Mandy Moore. Amanda Leigh 'Mandy' Moore, fødd 10. apríl í 1984, er ein amerikonsk singer-songwriter, sjónleikari og mótaformgevi. Hon er uppvaksin í Florida, og bleiv kend sum tannáringur síðst í 1990'ini gjøgnum fløguútgávurnar So Real, I Wanna Be with You og Mandy Moore. Í 2002 greinaði Mandy seg út í filmsheimin tá hon spældi høvuðsleiklutin í filminum A Walk to Remember og seinni fleiri filmar, t.d. Chasing Liberty. Vadstena. Vadstena er ein býur í Vadstena kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 5 613 íbúgvar (2010). Tollakur Tórhalsson. Tollakur Tórhalsson (á íslendskum: "Þorlákur helgi Þórhallsson"), borin í heim á Líðarenda í Íslandi í 1133, andaðist í 1193 hin 23. desember, var ein íslendskur bispur, og eftir hann er Tollaksmessudagur navngivin. Hann var biskupur í Skálholti frá 1174 til deyða sín. Tollakur var settur í skúla, og longu sum 15 ára gamal varð hann diakonur. Sum 19 ára gamal varð hann prestvígdur, og í tíðarskeiðnum 1153 til 1159 las hann í París í Frankaríki og Lincoln í Onglandi. Í hesari studentatíðini varð Tollakur sterkt ávirkaður av augustinsku kirkjutuktini, sum m.a. umfataði ógiftu fyri kirkjumenn. Tá ið Tollakur kom heimaftur til Íslands, varð hann settur sum prestur og rektari í kirkjuni í Kirkjubæri, og seinni gjørdist hann abbati í augustinarakleystrinum í Þykkvibæri. 3. februar í 1178 varð Tollakur vígdur til bisps. Stuðlaður av Eyðsteini erkibiskupi í Niðarósa, fór hann beinanvegin í holt við at broyta íslendsku kirkjuna. Hann tok yvir tær privatu kirkjurnar, bannaði prestum at gifta seg og royndi at steðga handlinum við kirkjuligum embætum. Broytingarnar eydnaðust ikki heilt, og Tollakur gjørdist í staðin óvinur við flestu íslendsku høvdingarnar. Longu stutta tíð eftir at hann var deyður, varð Tollakur mettur sum heilagur, og í 1199 lýsti íslendska altingið hann sum halgimenni. Hann varð ongantíð gjørdur til halgimennis av pávasetrinum, men í 1985 staðfesti Jóhannes Páll II pávi, altingsviðtøkuna og lýsti Tollak sum verndarhalgimenni Íslands. Tollakur er einasta katólska halgimenni, ið er halgaður av einum tingi. Eftir hvat sigst, skulu leivdir av Tollaki liggja í halgiskríninum í Kirkjubømúrinum. Taliban. Talibanhermenn (arábiskt: طالبان) er ein muslimskur bólkur av monnum, sum hevur tað uppgávu at fremja álop á lond sum Sameindu Ríkir av Amerika, Stóra Bretland og mong onnur lond. Ein av teirra nógv víðagitnu í Talibanherinum, var Osama bin Laden, sum sigst at hava framt álop á World Trade Center í New York í Amerika. Taliban bannaði gentum útbúgving, tá ið teir stjórnaðu Afghanistan í tíðarskeiðinum 1996-2001. Jens Stoltenbergs 2. stjórn. Jens Stoltenbergs 2. stjórn er stjórn Noregs frá 17. oktober 2005 til 16. oktober 2013. Forsætisráðharri er Jens Stoltenberg (Ap), og aðrir flokkar í samgonguni vóru Miðflokkurin (Sp) og Sosialistiski Vinstriflokkurin (SV). Kjell Magne Bondevik. Kjell Magne Bondevik (føddur 3. september 1947 í Molde) er ein fyrrverandi norskur politikar (KrF). Kirkju- og undirvísingarráðharri 1983–1986, uttanríkisráðharri 1989–1990, og forsætisráðharri Noregs 1997–2000 og 2001–2005. Floksformaður 1983–1995, og eisini formaður floksins á Stórtingið 1986–1989, 1993–1997 og 2000–2001. Bondevik hevur gudfrøðiprógv frá 1975. Game. Game er onnur plátuútgávan hjá teknopop bólkinum Perfume, og hendan fløgan hevði bert nýtt tilfar, og ikki blandað tilfar frá ymsum stakfløgum, sum talan var um við útgávuni Perfume -Complete Best-. Útgávan kom á marknaðin sum bæði CD fløga og CD við DVD fløgu tann 16. apríl 2008. Game kom á #1 á sølulistanum Oricon. Yuka Kashino. Yuka Kashino (Japanskt: "樫野 有香", "Yuka Kashino"), verur rópt "Kashiyuka" (かしゆか). Er sangari í japanska elektropop tónleikabólkinum Perfume. Kashiyuka var borin í heim og vaks upp í Hiroshima. Hon gekk á sjónleikara skúla í Hiroshima við vinum sínum og núverandi limunum í Perfume, Ayaka Nishiwaki og Ayano Ōmoto. Hon og Nishiwaki vóru teir upprunaligu limirnir í Perfume. Í 2001 stovnaðu Kashino og Nawasaki Perfume við fyrrverandi liminum Yūka Kawashima, sum fór út bólkinum stutta tíð eftir, fyri at brúka meiri tíð til sín lestur. Flensborg. Flensborg ella Flensburg (týskt: "Flensburg", danskt og lágtýskt: "Flensborg", frisiskt: "Flansborj", mál av Suðurjútlandi: "Flensborre") er ein gamal havnarbýur í Norðurtýsklandi. Mót norðri hevur býurin mark við Danmark. Flensborg er triðstørsti býur í Schleswig-Holstein (týskt: "Schleswig-Holstein", íslendskt: "Slésvík-Holtsetaland", danskt: "Slesvig-Holsten") eftir Kiel og Lübeck. Býurin er 56,38 km² til víddar og hevur 88,486 íbúgvar (30. november 2009). Stóra Flensborgar økið hevur umleið 133,000 íbúgvar. Almennu málini eru tvey í tali, týskt og danskt. Søga. Býurin er fyrst nevndur í heimildum í 1248. Flensborg fekk keypstaðarrættindi í 1284. Arbeiði. Í november 2009 var arbeiðsloysið komið uppá 12,7 %, ið svarar til 5466 fulltíðar arbeiðsleys. Akademickie Radio Kampus. Akademickie Radio Kampus er ein útvarpsrás á Warszawa Universitet í Warszawa, í Póllandi. Radio Kampus er stovnað í 2005 og byrjaði regluligar sendingar 1. juni 2005. Rásin sendir á VHF 97,1 MHz og hoyrist umleið 30 km kring Warszawa. 1284. Øldir: 12. øld - 13. øld - 14. øld Áratíggju: 1230-árini 1240-árini 1250-árini 1260-árini 1270-árini - 1280-árini - 1290-árini 1300-árini 1310-árini 1320-árini 1330-árini Árstal: 1279 1280 1281 1282 1283 - 1284 - 1285 1286 1287 1288 1289 Hendingar. Í 1284 fekk Flensborg í Schleswig-Holsteini, í Norðurtýsklandi keypstaðurrættindi. Andlát. * Schleswig-Holstein. Schleswig-Holstein (týskt: "Schleswig-Holstein", íslendskt: "Slésvík-Holtsetaland", danskt: "Slesvig-Holsten", lágtýskt: "Sleswig-Holsteen", frisiskt: "Slaswik-Holstiinj") er ein av 16 týskum landslutum í samveldislýðveldinum Týsklandi. Høvuðsstaður er Kiel. Schleswig-Holstein er 15.799,38 km² til støddar og hevði 2.811.000 íbúgvar (30. september 2013). Søga. Frá bronsuøldini til víkingatíðina mentist í Slesvig-Holstein fýra mál- og fólkabólkar norðurgermanskir jydar og danir (í Slesvig ella Sønderjylland), frísarnir (í Norðurfrísalandi), teir vesturgermansku saksarnir (í Holstein) og teir slavisku obotrittearnir (í Eysturholstein ella Wagrien). Millum 768 og 811 var ofta stríð millum tann kristna keisaran Karl hin Stóra (Karlamagnus) og teir heidnu norðurgermanarnir (skandinavarnir). í 811 varð tað avgjørt í einari friðaravtalu, at Ejderen skuldi vera mark ímillum karolingarnir og danir. Seinni misti markið sín praktiska týdning, men var til juridiskt líka til tað Týsk-rómverska ríkið datt sundur í 1806 ella kanska líka til 1864. Frá 1111 øktist sjálvstøðan báðu megin Ejderen, og hertogadømini Slesvig (sum danskt len) og Holstein (sum týskt len) varð stovnað. Samstundis var ta tætt politiskt og búskaparligt samband millum økini. Tíðliga í 13. øld royndi danski kongurin at innlima Holstein í sítt ríki, men tað miseydnaðist orsakað av tapinum í bardaganum við Bornhøved, og orsakað av mótstøðu frá teimum norðurtýsku fúrstunum. Í 1386 vóru Slesvig og Holstein fyrstu ferð sameind við tí heraldiska vápninum. Í 1460 valdu aðalstættin og borgarskapurin, eftir at schauenburgarnir doyðu út á mannfólkasíðuni, kongin Kristian 1. av tí týska fúrstahúsinum Oldenburg til hertoga av Slesvig og Holstein. Personaluniónin við Danmark vardi til 1864, tá hertogadømini vóru vunnin av Preussen og Eysturríki og í 1866 innlimað í Preussen. Landafrøði. 300px Løgtingslimir í Føroyum 2008–2011. Løgtingslimir í Føroyum 2008–2011. Mállæra. Mállæra er læran um tær reglur sum stýra nýtsluni av einum máli. Eitt hvørt natúrligt mál, so sum føroyskt, hevur sína egnu serstøku mállæru. Pólalýsi. Suðurlýsi (latín: "aurora australis") og norðlýsi (latín: "aurora borealis") sæst, tá sólvindurin er sterkari enn normalt við stórum ravmagns úrløðingum, sum sleingja ravmagns løddum molum ímóti Jørðini. Felagsheiti fyri suðurlýsi og norðlýsi er pólalýsi ("aurora polaris"). Licitationen. Licitationen er danskt dagblað við undirheitinum Byggeriets Dagblad. Blaðið kom fyrstu ferð út í 1908 og er komið út regluliga síðan. Blaðið kemur út hvønn gerandisdag og hevur umleið 14.000 lesarar. Viktor Jusjtjenko. Viktor Andrijovitj Jusjtjenko (føddur 23. februar í 1954) (á ukrainskum: "Ві́ктор Андрі́йович Ю́щенко", umskr. "Viktor Andrijovyč Juščenko") hevur verið forseti í Ukraina síðan hann vann umvalið í kjalarvørrinum á rósukollveltingini á heysti 2004. Síðan tá hava veljararnir vent honum bakið, og hann fekk bara 5,5 pst. av atkvøðunum á forsetavalinum 2010. Flestu atkvøðurnar fingu andstøðuleiðarin Viktor Janukovitj og forsætisráðharrin Julija Tymosjenko. Viktor Jusjtjenko hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur. Hann hevur áður starvast á deildum hjá sovjetbankanum í Ukraina. Í 1997 gjørdist hann stjóri í nýggja landsbankanum í Ukraina, sum varð stovnaður, eftir at Sovjetsamveldið fór sundur. Í desember 1999 útnevndi Leonid Kutjma, forseti í Ukreina, Viktor Jusjtjenko til forsætisráðharra. Tvey ár seinni noyddist hann at leggja frá sær, tá tjóðartingið reisti misálit ímóti honum í sambandi við ósmeju við stjórar í kolanáms- og gassídnaðinum. Thousand Oaks. Thousand Oaks er ein býur í Kalifornia norðan fyri Los Angeles. Her búgva yvir 128.000 fólk. Hesin býurin liggur í lutstatspartinum Ventura County, og er einans á einum øki, ið er 142,5 km2. Miðalhitin í Thousand Oaks liggur á um 18 °C (64 °F), men kann koma líka niður á 10 °C (50 °F). Tom Glancy (R) er borgarstjóri í Thousand Oaks. Býurin liggur í syðra Kalifornia bert fáar kilometrar norðan fyri Los Angeles. 3,0 prosent av fólkinum livir í fátækradømi. Býurin hevur eina ørgrynnu av mentunarligum tilboðum, so sum museum, parkir, vøkur øki og bygningar og eitt hugnaligt gongugøtuumhvørvi. Her ber til at síggja ta sermerktu Conejo Valley Botanical Garden og tað áhugaverda Thousand Oaks Civic Arts Plaza. Harumframt er at nevna t.d. Dawn's Peak. Býurin hevur sera nógvar matstovur, og tær borðreiða við mati úr øllum heiminum. Serliga ein av handilsmiðstøðunum, The Oaks Shopping Center, er risastór og kend um alt Suðurkalifornia. Í 1964 var Thousand Oaks viðurkendur sum býur. Kenniorð. Kenniorð er lítið orð, sum verður brúkt saman við navnorði. Føroyskt. Á føroyskum eru kenniorðini eru ein, eitt, hin og hitt (fyrr hið). Jørgen Niclasen. Jørgen Niclasen (føddur 17. januar 1969 í Sørvági) er føroysk politikari og vinnulívsmaður. Hann hevur verið formaður Fólkafloksins frá 2007 og løgtingsmaður frá 1994. Jørgen Niclasen var landsstýrismaður í fiskivinnumálum 1998–2003, landsstýrismaður í uttanríkismálum (uttanríkisráðharri) frá 2008 og fíggjarmálaráðharri frá 2011. Tollmálið. Í desember 2013, stutt fyri jól, varpaðu føroyskir fjølmiðlar ljós á Jørgen Niclasen, sum var fíggjarmálaráðharri, tey varpaðu ljós á tíðina frá 1989 og fyrst í 1990-árunum, meðan hann var stjóri í familjufyritøkuni P/F N. Niclasen. Sambært skjølum, ið miðlarnir løgdu fram, hevði virkið hjá Jørgeni Niclasen tikið vøru út úr einari tollgoymslu sum ikki var tollað og selt hana ótollaða og har við snýtt landskassan fyri fleiri hundraðtúsund krónur. Fyritøkan hevði havt ein tollkreditt sum varð uppsagdur, men helt tó fram við at selja ótollaðar vørur. Jørgen Niclasen vísti øllum ákærum aftur. Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen stuðlaði sínum fíggjarmálaráðharra og segði, at hann hevði fult álit á honum. Tað gjørdi hann eisini tann 28. mai 2014, tá ið andstøðan setti fram misálit á Jørgen Niclasen. Tá ið avtornaði vóru tað tríggir úr samgonguni ið atkvøddu fyri uppskotinum um misálit, tveir sambandstingmenn, Reimund Langgaard og Helgi Abrahamsen og Jenis av Rana, formaður Miðfloksins. Tranuber. Tranuber (frøðiheiti - "Vaccinium oxycoccus, Oxycoccus palustris") eru smá reyð ber, sum vaksa á grønum pinkurunnum við smáum, tunnum stelkum. Berini hava ein beiskan og súrligan smakk og verða ofta brúkt til at gera saft burturúr ella til at súlta. Tey innihalda benzoesýru, sum er eitt natúrligt haldevni. Tranuber og vatnræsisinfektión. Vatnræsisinfektión er ein plága fyri nógvar kvinnur og kann vera ring at viðgera. Vanliga verður hon viðgjørd við antibiotika fyri at drepa bakteriurnar, men ofta kemur infektiónin aftur eftir stutta tíð. Aftaná fleiri viðgerðir verða bakteriurnar mótstøðusterkar, og tí eisini sera truplar at viðgerða. Í undanfarnu øld funnu týskir granskarar útav, at mongdin av hippurinsýru í urininum økist um ein etur tranuber. Hippurinsýra er eitt bakteriutálmandi evni yvir fyri m.a. kolibakterium, sum eru orsøk til vatnræsisinfektión. Hetta varð seinni prógvað av amerikonsku granskarnir Blatherwick og Long. Nýggari kanningar hava ikki verið eins sannførandi. Orsøkin til hetta er, at í nýggari kanningum verður oftast nýtt tranuberjasaft við sukur, og sukur er økir munandi um trivnaðin hjá kolibakterium. Evnini í tranuberum forða bakteriunum í, at festa seg til kyknuveggin og nørast. Tískil kunna tranubertilskot minka munandi um sjúkuna. Annar fyrimunur við tranubertilskot er, at tranuber minkar um framleiðsluna av ammoniak. Hetta tálmar urinluktin. Hotel Føroyar. Hotel Føroyar er eitt hotell í Tórshavn, sum læt upp í mai 1983 við sama navni. Fá ár seinni, miðskeiðis í 1980'árunum, keypti reiðarin Jákup Joensen (Jákup í Lopra) hotellið, sum fekk navnið Hotel Borg. Navnið minti harvið um nøvnini á skipum hansara, sum øll endaðu við borg, eitt nú Akraborg, Nýborg og Polarborg. Í 1991 keypti Smyril Line hotellið og rak tað til 2005, tá tað varð selt til ein bólk av starvsfólkum og aðrar íleggjarar. Hotellið liggur omanfyri Havnina við útsýni yvir býin, Viðalundina Kerjalon og Nólsoynna. Stutt frá hotellinum liggur Vallaraheimið Kerjalon. Tá hotellið varð bygt var uppgávan hjá arkitektunum var at laga seg sum best til lendið og landslagið. Uttan er Hotel Føroyar eyðkent fyri sínar longu linjur í landslagnum. Húsið er ein partur av nátturini, líkasum skorið inn í lendið við hamrum, men hesir hamrar eru úr glasi, sum skyggja í ljósinum. Hotellið hevur flagtak. Kalda kríggið. Síðan 16. øld og fram til Seinna heimsbardaga var Evropa maktmiðdepilin í heiminum. Mong evropeisk lond framdu hjálandsstjórnamál og tað gjørdi at Evropa í stóran mun gjørdi at tað grundarlagið undir búskaparligu menningini í Evropa treivst væl. Heimurin var býttir ímillum Vesturheim og Eysturheim. Og tað vóru tvey lond ið bardust um oddasessin, megi og tað var USA og Sovjetsamveldið. USA hevði stóra frammgongd við rúmdartøkni, men Sovjet sendu tann fyrsta fylgisvein í rúmdini, stutt aftaná tað kundi Sovjet ikki hava ráð at reka teirra rúmdartøkni, men nøkur ár aftaná tað vildu amerikanarar vera fyrstur at vera á mánanum og tað eydnaðist í árinum 1969. Sambandsríki Amerika og Sovjetsamveldið hevði størsta herin í heiminum, tað kalda kríggið var ikki nakað beinleiðis kríggj við hvønn annan, men meira politist, hernaðaætlanir, kjarnorkubombur og við rúmdaratøknum. Sovjet megnaði at senda ein fylgisvein í rúmdina, fylgisveinurin kallaðist “Sputnik”, og seinni var tann fyrsti maðurin sendur í rúmdina, og hann var eisini ein russari. Aftaná seinna heimsbardaga byrjaði tað Kalda kríggið at byggja seg upp við at tann berlinski múrurin bleiv bygdur, harvið bleiv vestur og eystur deilt upp. Vesturheimurin var í helium betri fíggjarligt enn Eysturheimurin, men í Vesturheiminum kundi fólk verða gjørd sek fyri at verða kommunist, meðan í Eysturheiminum kundi fólk verða gjørd sek fyri at verða kapitalistar ella heimsveldisligur (imperialistur). Løgtingið hevði samtykt at Føroyar skuldi haldast uttanfyri allar hernaðarsamgongur, men Føroyar vóru lýstar sum limur í NATO í 1952. Í 1958 gav Landsstýrið NATO loyvi at byggja á Sornfelli og eina Loran C støð á Eiði. Jens Marni Hansen. Jens Marni á Jóansøkufestivalinum 2009 Jens Marni Hansen er føddur 18. desember 1974 og býr í Kollafirði. Jens Marni er føroyskur rock sangari og tónleikari. Hann hevur verið virkin í føroyska tónleikalívinum síðan hann var heilt ungur. Jens Marni hevur m.a. spælt við tónleikabólkunum Kjølar, All That Rain, Showmenn og Faktor 4. Hitaði upp fyri Bon Jovi í 2013. Hin 6. juni 2013 hitaði Jens Marni upp fyri kenda tónleikaran Bon Jovi í Parkini í Keypmannahavn. Jens Marni vann eina kapping um at sleppa at hita upp fyri Bon Jovi. Ekstra Bladet sum í samstarvi við Bon Jovi, fyriskipararnar Live Nation og útvarpsstøðina FM100 útskrivaði hesa kappingina, 60 tónleikabólkar sendu inn tilfar, og Jens Marni vann kappingina. Planet Awards - Besti sangari 2010 og 2008. Jens Marni vann heiðurin "Besti sangari" í føroysku tónleikakappingini "Planet Awards 2010". Hetta var tó ikki fyrstu ferð, at Jens Marni vann henda heiðurin. Jens Marni var eisini kosin "Besti sangari" í Planet Awards 2008. Dansk Melodi Grand Prix 2010. Jens Marni var ein av 10 bólkum ella einstaklingum, sum luttóku í Dansk Melodi Grand Prix 2010, hann luttók við rock sanginum "Gloria" sum Svend Gudiksen, Johannes Jørgensen og Noah Halby hava skrivað og gjørt lag til. Fýra bólkar komu víðari í finaluna, sum var avgjørd sama kvøld, men Jens Marni var ikki millum tey fýra. Vinnarin gjørdust duo'in Chanée og N'evergreen við sanginum "In a Moment Like This". Jens Marni segði seinni við Sosialin, at hann fekk at vita frá DR aftaná at vinnarin varð funnin, at síggjararnir hjá DR, sum atkvøddu við at senda sms umvegis fartelefonina høvdu valt hann sum nummar eitt, men at dómararnir ikki hildu hansara sang verða tann besta. Chief 1 sum var ein av dómarunum hevði tó atkvøtt fyri Jens Marna sum nummar eitt. Atkvøðugreiðslan gekk soleiðis fyri seg, at atkvøðurnar hjá dómarunum taldi 50% og atkvøðurnar hjá hyggjarunum taldu 50%. SNG. SNG er russisk stytting: "Sodruzhestvo Nezavisimykh Gosudarstv", sum á føroyskum er Ríkjasambandið Av Óheftum Ríkjum. 11 sovjettjóðveldi stovnaðu SNG í desember 1991, og høvuðssætið er í Minsk í Hvítarusslandi. Baltisku londini. Baltisku londini eru trý í tali: Estland, Lettland og Litava og liggja fram við Eysturhavi frá Narva í útsynning av Leningrad og suður um Kaliningrad. Eros. Eros er sangur hjá Terji Rasmussen. Orð: Steintór Rasmussen & Terji Rasmussen. Tekstur. í eina lítla lon so veik Tú mást ei fara heim í kvøld verð nú her hjá mær, hjá mær Get Heavy. Get Heavy (2002) er ein fløga hjá Lordi. The Monsterican Dream. The Monsterican Dream (2004) er ein fløga hjá Lordi. The Monster Show. The Monster Show (2005) er ein fløga hjá Lordi. The Arockalypse. The Arockalypse (2006) er fløgu hjá Lordi. Deadache. Deadache (2008) er fløgu hjá Lordi. Zombilation - The Greatest Cuts. "Zombilation – The Greatest Cuts (2009) er fløgu hjá Lordi. Westlife. Westlife er eitt heimskendur írskur tónleikabólkur. Sangir teirra hava ein fyri og annar eftir klatrað upp eftir hitlistunum; 14 ferðir hava teir havt ein sang ovast á almenna bretska hitlistanum. Allar 10 útgávurnar hjá bólkinum hava eisini verið í toppinum á hitlistunum. Westlife vóru upprunaliga fimm sangarar, men fyri fleiri árum síðani valdi Brian McFadden at taka seg úr bólkinum. Stutt eftir var hann á Summar Festivalinum og spældi eina framúr góða konsert. Hinir fýra sangararnir - Mark Feehily, Shane Filan, Kian Egan og Nicky Byrne – hildu fram, sum um einki var hent, og teir hava veruliga havt vind í seglunum síðani. Seinastu 10 árini er Westlife tann tónleikabólkurin í heiminum, sum hevur selt flestar fløgur. Samlað hava írarnir selt 45 milliónir eintøk av sínum útgávum, og teir hava havt so nógv hitt í Bretlandi, at bert Elvis Presley og The Beatles hava havt fleiri. Westlife eru heimskendir, men tað er ikki minst í Bretlandi, at bólkurin hevur verið stórur. Allar 10 útgávurnar hjá bólkinum hava eisini verið í toppinum á hitlistunum. Westlife framførdu á Summar Festivalinum í 2010. Bólkurin varð stovnaður í juli 1999. Avatar. Avatar er ein 3D animeraður amerikanskur filmur frá 2009. James Cameron, ið hevur leikstjórnað filmin, hevur eisini leikstjórnað aðrar stórfilmar, til dømis tann mest seljandi filmin nakrantíð Titanic. James Cameron megnaði at gera dýrasta filmin nakrantíð í filmssøguni. Filmurin kostaði yvir tvær milliardir dollarar. Avatar hevur umframt Oscartilnevningina vunnið tvær Golden Globes og var tilnevndur til besta filmin eisini. Filmurin er í stuttum um ein hermann, ið verður sendur út til eina gongustjørnu langt burturi at flyta tey inføddu Na'vi, ið eru í vegin fyri onkrum arbeiði. Hann gerst góður við hetta fólkið og endar sum ein leiðari hjá hesum bláu menniskjunum, sum í hesum filminum eru "tey óndu". Filmurin fyrigongur á uppspundu gongustjørnuni, Pandora, har fólkini "naviar" búgva. Titanic hjá James Cameron er best seljandi filmurin nakrantíð. Hann seldi fyri 600 mió. dollars, og hann er eisini mest sæddur við 1843 mió. áskoðarum. Men tað varar allarhelst ikki leingi afturat, áðrenn Avatar yvirtekur fyrstaplássið sum heimsins best seljandi filmur. Avatar, sum eisini er framleiddur av Cameron, hevur higartil selt fyri 553 mío. dollars á heimamarknaðinum og hevur longu havt 1841 mió. áskoðarar, so her verður meint, at Cameron skjótt fer at sláa sítt egna met. So vantar bert at sláa metið hjá Titanic í Oscars. Fyri at megna tað, skal Avatar vinna meira enn 11 Oscars til handanina í mars 2010. Tað var nevniliga só nógvar Oscars, Titanic fekk í 1998. Søgugongd. Jake Sully (Sam Worthington) er fyrrverandi soldátur í US Marine Corps (hann er lammaður) men tá tvíburði hansara, sum skuldi útsendast til mánan Pandora, verður myrdur, fær Sully tilboðið um at fullføra missjónina hjá bróðrinum, saman við einari heftigari løn. Eftir seks ár í cryo-svøvni, sum kann sigast at vera eitt slag av dvala, lendir Sully á Pandoru. Har verður hann informeraður um Avatar-programmið, sum loyvir menniskjum at liva gjøgnum ein Avatar, sum er ein Na’vi, sum er skapt í laboratoriinum. Leiðarin av programminum (Sigourney Weaver) dámar einki serligt henda nýggja soldátin, hon vil heldur hava ein vísindamann, sum bróður Sully var. Jake fær so at vita at tey skulu royna at koma í samband við Na’vi-fólkið so tey kunnu læra tey at kenna og vice versa, men ein skurkur má eisini vera. Henda rolla verður útfylt av Col. Quaritch (Stephen Lang) sum er undir ordrum av einum stórum firma, sum vil sleppa at grava eftir ”unobtainium” (fø.: ikkitilatfáafaturíium). Hann roynir so at fáa Sully at yvirtala Na’vi-fólkið til at flyta. Avatar 2. Fríggjadagin 15. januar 2009 avdúkaði leikstjórin James Cameron, at hann fer at gera Avatar 2. Og í februar skrivaði blaðið Herald Sun í Melbourne, at Sam Worthington hevur váttað, at hann enn einaferð skal leika høvuðsleiklutin sum "Jake Sully". 33 ára gamli avstralski sjónleikarin, sum er blivin heimskendur fyri sín leiklut í Avatar, sigur seg gleða seg til nýggja filmin. Turið Sigurðardóttir. Turið Sigurðardóttir, fødd Joensen er fødd 12. august 1946 í Keypmannahavn. Turið tók B.A. prógv í íslendskum og almennari bókmentasøgu við Háskóla Íslands í 1976 og magistaraprógv í almennari bókmentafrøði við Københavns Universitet í 1987. Sigurðardóttir hevur starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya 1976-78 og síðan 1986. Turið Sigurðardóttir hevur bókaforlagið undir hond. Forlagið gevur út føroyskar bøkur, upprunaligar og týddar. Forlagið gevur út bæði nýggjar og gamlar bøkur og leggur serliga dent á børn og ung. FC Suðuroy. FC Suðuroy er fótbóltsfelag í Suðuroynni, sum varð stovnað 1. januar 2010. Tað var fyrrverandi felagsliðið VB/Sumba, sum tók stig til at stovna FC Suðuroy, ætlanin var at savna øll liðini úr oynni í eitt felag, men tað eydnaðist ikki í 2010. FC Suðuroy spældi í Effodeildini (sum tá nevndist Vodafonedeildin) í 2010, men endaði sum nummar 9 og rykti tí niður í 1. deild. Teir vunnu 1. deild 2011 við 70 stigum og spældu aftur í bestu fótbóltsdeildini, Effodeildini, í 2012. Teir endaðu á niðasta plássi við 9 stigum, og spældu aftur í 1. deild í 2013 og 2014. Í 2014 endaðu teir á 2. plássi og fluttu upp í Effodeildina saman við hinum Suðuroyarliðnum TB. Liðini hjá FC Suðuroy. Streymur í 1. deild vesturi á Eiðinum 1. mai 2011. FC Suðuroy vann dystin 5-3. FC Suðuroy hevur hesi lið hjá monnum: Í 1. deild, 2. deild og 3. deild. Í kvinnudeildini hevur FC Suðuroy lið í deildini sum spælir á hálvum vølli. Harumframt hevur FC Suðuroy hesi lið í barnadeildunum: Dreingir, smádreingir, piltar, smápiltar, smágentur 12-14 ár og gentur 10-12 ár (hetta kann broytast, sí heimasíðuna hjá felagnum). Styrk út øðrum londum. Tá FC Suðuroy skuldi leika í bestu deildini í 2010 leitaði felagið sær styrk úr øðrum londum. Hesir útlendingarnir vóru við í hópinum hjá FC Suðuroy í 2010: Stanislav Kuzma, málverji úr Slovenia, Obi Ikechukwu Charles, álopsleikari úr Nigeria, Mamuka Toronjadze, miðvallaleikari úr Georgia og Mustafa Adamu, verjuleikari úr Ghana. Eftir summarsteðgin var Obi Charles givin í felagnum, og avtalað varð gjørd við verjuleikaran Kasper Schultz úr Danmark. Mustafa Adamu spældi ongan dyst fyri bestu deildina hjá FC Suðuroy, og fór av landinum aftur áðrenn summarsteðgin. Í 2011 komu tveir leikarar úr Ghana at spæla við 1. deildar liðnum hjá FC Suðuroy, teir vóru David Asare og Kamil Yunus. David skoraði 20 mál fyri liðið og gjørdist nummar tvey á málskjýtta listanum hjá FC Suðuroy. Hann spælir eisini við í 2012, meðan avtalan við Kamil ikki varð endurnýggjað. Í 2011 spældu tveir danar við FC Suðuroy, Niklas Paulsen (álopsleikari) spældi við frá byrjan og fram til 13. umfar hin 18. juni. Hin danin, Jesper Fleckner, sum er verjuleikari, spældi við besta liðnum (1. deild) eftir summarsteðgin og til seinasta dystin. Stanislav Kuzma hevur verið málmaður hjá besta liðnum 2010, 2011 og 2012. Í 2012 er ein útlendskur leikari komin afturat, umframt David Asare og Stanislav Kuzma. Talan er um slovenska verjuleikaran Saša Kolman. Fótbóltsvøllir. FC Suðuroy hevur í løtuni tveir fótbóltsvøllir. Besta deildin hjá monnum, Vodafonedeildin, spælir á Eiðinum í Vági. Næstbesta deildin, 2. deild, spælir heimadystir á Krossi í Sumba. Hini liðini spæla eftir tørvi antin á Eiðinum ella á Krossi. Fótbóltsvøllurin á Eiðinum í Vági er einasti fótbóltsvøllur í Suðuroynni, sum lýkur krøvini fyri at spæla í Vodafonedeildini. Fyrrverandi leikarar. Her verða nevndir nakrir av fyrrverandi leikarunum frá nýggjari tíð, eisini frá tíðini, tá felagið bar navnið VB og VB/Sumba. Summir av hesum spælarunum eru enn aktivir í lægri deildum, t.d. 2. deild hjá FC Suðuroy. Á Eiðinum, Vágur. Vesturi á Eiðinum í Vági er nógv virksemi innan ítróttin. Har er fótbóltsvøllur, ítróttarhøll og felagshús. Fótbóltsvøllurin á Eiðinum. Suðuroyar fótbóltsliðið FC Suðuroy hevur heimavøll vesturi á Eiðinum í Vági og á Krossi í Sumba. Besta liðið sum spælir í Vodafonedeildini í 2010 hevur heimavøll vesturi á Eiðinum. Fótbóltsvøllurin vesturi á Eiðinum í Vági er í løtuni (feb. 2010) einasti fótbóltsvøllur í Suðuroynni, sum lýkur krøvini fyri at dystir kunnu spælast har í bestu deildini. Fyrsti fótbóltsvøllur sum var gjørdur vesturi á Eiðinum varð gjørdur í 1924, áðrenn tað spældu vágbingar fótbólt á Sandinum. Vágs Bóltfelag varð stovnað 5. juni 1905. Hondbóltsvøllur varð gjørdur á Eiðinum í 1948, hann er ikki til longur. Ítróttarhøllin Vágshøll og VB-húsið. Vesturi á Eiðinum eru umframt fótbóltsvøllin eisini ein ítróttarhøll, Vágshøll, sum varð bygd í 1980 og eitt felagshús við skiftirúmum, sum nevnist VB-húsið, tað var bygt í 1978. Vágseiði og Eggjarnar. Stutt frá fótbóltsvøllinum er tað sera náttúruvakra Vágseiði og beint sunnanfyri tað er Skúvanes, sum er eitt berg, umleið 200 metrar høgt. Beint sunnanfyri Skúvanes eru Eggjarnar, sum eru partur av Vágsbjørgunum. Bretar bygdu Loranstøð á Eggjunum undir seinna heimsbardaga, danir yvirtóku hana seinni. Loranstøðin varð virkin til 1977. Leivdirnar av bygningunum síggjast enn. Vatnið. Beint eystanfyri fótbóltsvøllin á Eiðinum í Vági er Vatnið ella Vágsvatn, har gøta er gjørd rundanum. Fólk ganga ofta túr ella renna rundan um Vatnið. Eystanfyri Vatnið er bygdin Vágur. .gov. .gov er økisnavn hjá USA, saman við .mil, .edu, .us og .um. Star Wars. Star Wars (føroyskt "Stjørnukríggj") er ein stórsligin science fiction søga skapað av George Lucas. Upprunaliga ætlaði George Lucas at framleiða níggju partar. Frá 1977 til 1983 blivu partarnir fýra til seks innspældir á film. Teir vórðu gjørdir á tann hátt, at einum ikki nýttist at kenna forsøguna fyri at síggja hvønn filmin sær; og prequelin (undansøgan) kom heldur ikki á filmsløriftið fyrr enn í tíðarskeiðnum frá 1999 til 2008. Seting. Hendingarnar í Star Wars miðlum koma fyri í eini fiktivari galaksu (stjørnubreyt). Nógv sløg av rúmdarverum (ofta humanoidar) eru lýstar. Robotskir droidar eru eisini vanligir og sum oftast bygdir at tæna teirra eigarum. Rúmdarferðing er vanlig og nógvar planetir (gongustjørnir) í galaksuni eru limir í eini Galaktiskari Republikk, seinni umskipað sum Galaktiska Imperiið. Eitt eyðkent element í Star Wars er “Forsan”, ein altið hjástødd orka ið kann gagnnýtast av teimum ið hava slíkan eginleika. Hon er lýst í fyrst framleidda filminum sum ”eitt orkufelt, skapað av øllum livandi tingum, ið umringar okkum, gjøgnumtreingir okkum, og knýtir saman galaksuna.” Forsan loyvir brúkarum at framføra ymisk supernáttúrlig roysnisbrøgd, so sum telekinesis, crairvoyans, fyrivitan (precognition), og hugastýring (mind control) og hon kann styrkja serstakar fysiskar eginleikar, so sum skjótleika og refleksir; hesir eginleikar variera ímillum persónsmenskur og kunnu forbetrast ígjøgnum venjing. Hóast Forsan kann verða brúkt til góðgerðir, so hevur hon eisini eina myrka síðu ið, tá miðað verður eftir tí, gjøgnumsúrgar brúkarar við hatri, aggressión, og óndskapi. Leiklutir í teim seks filmunum hava Jedarnir ið brúka Forsuna til góðgerðir, og Sitharnir ið brúka ta myrku síðuna til óndskap í eini roynd at at yvirtaka galaksuna. Í viðkaða Star Wars Expanded Universe, eru nógvir brúkarar av tí myrku síðuni Myrkir Jedar heldur enn Sithar, serliga orsakað av “Regluna um Tvey” (Rule of Two), sí Sith Origin. Bjarni Johansen. Bjarni Johansen, føddur 26. mai 1971 í Danmark, er formaður í fótbóltsfelagnum FC Suðuroy. FC Suðuroy varð stovnað 2010, og var tað felagsliðið Sumba, sum tók stig til at broyta navnið. Vónin var, at øll fótbóltsfeløgini í Suðuroynni fóru at leggja saman við felagsliðnum. Bjarni Johansen er sonur Eyðun og Solveig Johansen úr Vági. Bjarni arbeiðir sum montørur hjá Føroya Tele. Formaður í VB/Sumba, seinni FC Suðuroy. Bjarni Johansen gjørdist formaður í Sumba á aðalfundinum 26. februar 2007 og hevur verið tað síðan. Sumba skifti navn til FC Suðuroy 1. januar 2010. Spælt flestar dystir á rað í føroyskum fótbólti. Í 2007 var Bjarni Johansen tann spælarin, sum hevði spælt flestar dystir á rað í føroysku landskappingini og kanska eisini í føroyskum fótbólti yvirhøvur.. Bjarni Johansen hevur spælt sum málmaður fyri VB síðan hann var heilt ungur og seinni fyri Sumba, tá VB og Sumba løgdu saman. Bjarni gavst sum málmaður fyri Sumba eftir fótbólsárið 2008 var farið. Føroyska landsliðið. Bjarni Johansen hevur spælt nakrar vinadystir á føroyska landsliðnum í fótbólti sum málmaður. Í 2004 var Bjarni Johansen við í hópinum á A-landsliðnum.. Bjarni Johansen hevur spælt tveir FIFA skásettir landsdystir fyri Føroyar. UEFA Champions League. Bjarni Johansen spældi sín fyrsta UEFA dyst 20. juni 1998 fyri VB. Dysturin var ímóti Brno og úrslitið var 3-0 til Brno.. Í 2009 var Bjarni Johansen eyka málmaður tveir dystir í UEFA Champions League fyri Streymur. Talan var um tveir dystir móti Apoel FC úr Kýpros. Streymur heitti á Bjarna um at vera eyka málmaður hjá teimum tí annar av teirra málmonnum var skaddur.. Bjarni Johansen hevur UEFA B venjaralisens. Útvortis ávísingar. Johansen, Bjarni Johansen, Bjarni Bóghvítuhvalur. Bóghvítuhvalur (eisini nevndur rovhvalur, mastrarhvalur, mastrarfiskur, æðuhvalur og steyrhvalur) (frøðiheiti - "Orcinus orca") er lættur at kenna á tí stóra horninum og teimum hvítu merkjunum aftanvert við hornið. Hornið á kallhvalinum er stórt (1,8 m) og tríhyrnt, men hornið á kvennhvalinum er minni (0,9 m) og meira árundað aftantil. Bóghvítuhvalur hevur 10-13 tenn hvørjumegin í kjaftinum. Tær eru eitt sindur bogaðar og 6-8 cm langar. Bóghvítuhvalur er alheimsslag, sum reikar víða um í Norðurhøvum, bæði við strendurnar og pelagiskt og úr heitum sjógvi niður í arktiskan sjógv. Serliga er nógvur bóghvítuhvalur úti fyri Lofot, millum Føroya og Íslands, eisini undir Íslandi. 40 ára gamla djóravenjarinnan Dawn Brancheau varð 25. februar 2010 dripin av einum 30 ára gomlum bóghvítuhvali. Tilburðurin var í kendu undirhaldsparkini Sea World í Orlando, Florida. Kvinnan var júst í holtur við at greiða fólki frá undirhaldinum, tá hon var áhaldsin og datt út í hylin. Bóghvítuhvalurin kom eftir henni og dró hana til botns. Hesin bóghvítuhvalurin er umleið 30 ára gomul hon og vigar umleið 6 tons. Hon eitur "Tilikum", ið merkir vinur, og hon hevur verið í Sea World seinastu átjan árini. 40 ára gamla Dawn Brancheau var ein av mest royndu starvsfólkunum og von at vera um hesar hvalir. Sea World í Florida er sera kent fyri framførslur sínar við bóghvítuhvalum, delfinum og kópum, men tað er eftir øllum at døma ikki av ongum, at bóghvítuhvalur á enskum verður nevndur "killer whale". Indiska Havið. Indiska Havið, Indiahavið ella Indiahav er tað minsta av teimum trimum heimshøvunum. Tað er 74,9 milliónir km² í vídd, og har eru einar 5000 oyggjar, harav eru fleiri teirra korallriv. Indiahav líkist frá hinum báðum heimshøvunum, Atlantshavið og Kyrrahavið, tað gongur ikki so langt norður sum tey. Indiahavið hevur mark móti norði til Suðurasia, móti vestri er mark til Arabisku Hálvoynna og Afrika, móti eystri er mark til Avstralia, og móti suðri er mark til Suðuríshavið og Antarktis. Í Indiahavi er saltasti sjógvur í heiminum, nevniliga Reyðahavið, og eisini heitasti sjógvur í heiminum, Persaflógvin. Indiahavið er í vanda fyri at verða dálkað, helst av tangaskipum úr Persaflógvanum. Norðast í Indiahavi kunnu tropuódnir og grovt monsunregn elva til ógvisligan uppgang og vatnflóð. Í Indiahavi eru nógvar koralloyggjar og óteljandi nógvar korallpollum, sum til dømis Maldivoyggjar og Seyskelloyggjar, ið eru ógvuliga væl umtókt ferðamannalond. Stóra ferðavinnan gevur væl av sær, men skaðar náttúruna. Aðrir vansar eru, at havið matar burtur av korallrivunum, og oyggjarnar liggja tí opnari fyri flóð og brimi. Bøsdalafossur. Bøsdalafossur rennur úr Sørvágsvatni/Leitisvatni og er vatnríkasti fossur í Føroyum. Hann er um 30 metrar høgur og fellur í sjógv. Francesco Totti. Francesco Totti (f. 27. september 1976 í Róm) er italskur fótbóltsleikari, sum spælir við Roma og italska fótbóltslandsliðnum. Hann vann Golden Foot heiðurslønina í 2010. Hann var toppskorari í italsku Serie A fótbóltsárið 2006-07, tað árið vann hann eisini evropeiska gylta skógvin. Ávísingar úteftir. Totti, Francesco Nýggja Testamenti. Nýggja Testamenti (grikskt: "Καινὴ Διαθήκη" ella "Kainē Diathēkē". Latín: "Novum Testamentum") er partur av Bíbliuni hjá teimum kristnu. Nýggja Testamenti er skrivað á grikskum máli. Tað er í Nýggja Testamenti, vit lesa um Jesus. Tær týdningarmestu frásagnirnar um Jesus í Nýggja Testamenti eita Evangeliini. Í Nýggja Testamenti eru 4 evangeliir. Í Nýggja Testamenti er Jesus tann "Messias", sum profetarnir í Gamla Testamenti spáddu fór at koma og loysað fólkið úr træladómskorum og endurreisa Ísrael. Í Nýggja Testamenti verður Messias nevndur "Kristus". Nýggja Testamenti er tilsamans 27 bøkur. Negro Spirituals. Í fleiri suðurríkjum í USA var lóg, at trælir skuldu ikki læra at lesa og skriva. Kortini skapaðu teir sína egnu mentan: sangur, negro spirituals, myndaði gerandisdag teirra. Go down, Moses. Hesin sangur man vera hin kendasti. Chordata. Chordata (umleið "Ryggstreingjardjór") er eitt djórafýlki. Øll hesi djór hava eina "chorda dordalis" (umleið "ryggstrong") onkuntíð í lívinum. Ryggdýr eru í chordataflokkinum; tey hava vanliga broytað sín "ryggstrong" til ein mønustrong. Rutarbók. Rutarbók (hebráiskt "מגילת רות") ber navn eftir høvuðskonuni - móabitanum Rut. Í hebráisku Bíbliuni er bókin sett ímillum hátíðarrullurnar. Vanligt var at lesa hana um hvítusunnuhaldið. Í Septuaginta er hon sett beint eftir Dómarabókina og undan Sámuelsbókunum, av tí at hon bindur tær saman (Rutarbók 1,1 og 4,22). Hon er skrivað stutt eftir dómaratíðina. Rutarbók kemur ikki rættiliga upp í tað søguliga verkið, sum er Jósvabók, Dómarabókin, Sámuelsbøkurnar og Kongabøkurnar, men av tí at tilburðirnir í bókini eru, meðan dómararnar ráddu, hoyra hon og Dómarabókin saman. Týdningurin av bíbilska navninum er ókendur, kanska merkir tað vinkona ella trúgv. Etta Cameron. Etta Cameron (21. november 1939 Bahamaoyggjar – 4. mars 2010 í Århus) varð borin í heim í Nassau á Bahamaoyggjunum í 1939. Hon búsettist í Danmark í 1972, og gjørdist sum árini liðu kend og elskað í Danmark serliga fyri inniliga gospeltónleik sín. Hon hevði ikki nakað lætt lív, men gudstrúgv hennara bar ígjøgnum harðskap, neyðtøku og enntá fimm ára avbyrging handan jarntjaldið, tá hon noyddist at vera búgvandi í Berlin, orsakað av at hon misti passið burtur. Dóttir hennara, Debbie Cameron, er eisini songkvinna. Bókaútgávur. Í 2007 kom ævisøga hennara út í bók undir heitinum "Hun gav smerten vinger". Filemonsbrævið. Filemonsbrævið er ætlað Filemoni og er einasta einstaklingabræv av Paulusar hond, sum er varðveitt. Tað vendir sær ikki til eitt kirkjulið ella ein kirkjuliðsfyristøðumann, men til ein háttvirdan kristnan mann, Filemon at navni. Hann hoyrdi til kirkjuliðið í Kolessa. Helst man hann hava verið múgvandi maður, átt stór og rúmsátt hús, av tí at kirkjulið var í húsi hansara. Hann var góðgerðin, lívgaði hjørtu teirra heilagu. Stutta einstaklingsbrævið er skrivað og sent samstundis sum Kolossabrævið. Í brævinum eru heilsanir frá somu fólkum - og Onesimus, sum brævið er um - verður eisini nevndur í Kolossabrævinum. Filemonsbrævið hoyrir tí til teirra, sum skrivað eru í fangahúsi fyrst í 60-árunum. Whitney Houston. Whitney Elizabeth Houston (f. 9. august 1963 í Newark, New Jersey - d. 11. februar 2012 í Kalifornia) var songkvinna og sjónleikari í USA. Hon var ein av teimum songkvinnum, ið hevur selt flest fløgur í heiminum, fleiri enn 200 milliónir eintøk. Eisini var hon ein tann kvinnan, ið hevur vunnið flestar heiðurslønir nakrantíð. Houston hevur fingið 30 Billboard-heiðursbrøv, 22 American Music Awards og tvær Emmy Awards. Innan filmsheimin gjørdist Whitney Houston eisini serliga kend í 1992 við filminum "The Bodyguard", har hon spældi saman við Kevin Costner. Leygardagin 11. februar í 2011 doyði kvinnan við tí stóru røddini; kenda songkvinnan, sjónleikarakvinnan, framleiðslustjórin og modellin, Whitney Houston í einum hotelrúmi í Beverly Hilton Hotel í Los Angeles, Kalifornia. Enn er ikki víst, hví hon doyði. Tað verður tó hildið, at tað sum gjørdi av við hana, var rúsdrekka ella rúsevni, sum Whitney leingi hevði havt trupulleikar við. Whitney var einans 48 ára gomul. Hon varð fødd í Newark í New Jersey, inn í eina miðal inntøku familju, sum longu hevði tvey børn áðrenn hana. Pápi hennara var hermaður og mamma hennara var gospel-sangarinna, nakað sum kom at hava stóran týdning fyri Whitney. Hon hevði nevniliga arvað ta stóru, vøkru røddina frá mammu síni, og sum 11 ára gomul byrjaði hon sum solistur at syngja við gospel-kórinum í New Hope Baptist Kirkjuni í Newark. Hon fór ofta við mammu síni, tá ið hon framførdi í náttklubbum, og onkuntíð fór hon eisini sjálv upp á pallin at syngja við mammuni. Tað var her at fleiri fløguframleiðarir fingu áhuga fyri henni, men mamman vildi ikki lata hana geva nakra fløgu út, fyrr enn hon var liðug í studentaskúlanum. Tá ið hon var liðug í skúlanum, skrivaði hon sáttmála við fløgufelagið Artista. "Ein av teimum mest spennandi røddunum í áravís", skrivaði viðurkenda blaðið The Rolling Stone aftaná at hava hoyrt hennara debutalbum, sum varð útgivið í 1985. Fyrsta pláta hennara seldi 25 miliónir eintøk. Filmar. Sum sjónleikarakvinna bleiv Whitney eisini kend víða um við fyrsta filmi hennara, The Bodyguard, har hon spælir ein songkvinna, sum hevur fingið sær ein lívverja til at verja seg ímóti einum ørum fjeppara. USA Today metti filmin at vera ímillum 25 tær mest minniríku filmsløturnar í 25 ár. Orðtøk Sálomons. Orðtøkini eru uppbygd av fleiri smáum orðtøksøvnum. Nær, tey eru sett saman, veit eingin við vissu. Nógvir halda á døgum Ezekia (7. øld f.Kr.), tá ið talað verður um menn Ezekia í 25. og 29. kap. Aðrir halda, at Orðtøkini eru vorðin sett saman eftir útlegdina. Bókin eitur á hebraiskum "Misle", ið er "Misle Salomo", stytt "Orðtøk Sálomons". Í Septuaginta verður hon stutt og greitt nevnd "Paroimiai", ið merkir "Orðtøkini". Bókin er skrivað av Sálomon. Orðtøkini eru meginpartin um lívsvísdóm, vunnin úr lívsroyndum. Vanligt var í Eysturlondum, og annars í nógvum øðrum mentanum, at mynda ein tílíkan lívsvísdóm við fáum, fyndigum orðum, sum seinni vórðu savnað og fingu heitið vísdómsbókmentir. Á mangan hátt eru tey ógvuliga allmennilig. Tey royna ikki at loysa tilverunnar gátur, men veita ráð, lívsreglur og áminningar til dagliga lívið. Jón Pauli Olsen. Jón Pauli Olsen (føddur 17. august 1968) úr Vági er venjari hjá kvinnulandsliðnum hjá Føroyum, hann tók við starvinum í september 2012. Hann er fyrrverandi fótbóltspælari úr Vági. Jón Pauli er giftur við Sirið Stenberg úr Vági. Venjari hjá FC Suðuroy, VB/Sumba, VB og VB/TB. Jón Pauli Olsen var venjari hjá VB/Sumba í 2009, tá VB/Sumba vann 1. deild og rykti upp í bestu mansdeildina. Jón Pauli Olsen helt fram sum venjari tá gamla felagið VB/Sumba fór í søguna 31. desember 2009 og nýggja liðið FC Suðuroy varð stovnað og skuldi leika í Vodafonedeildini sum einasta av Suðuroyar liðunum. Jón Pauli vandi eisini VB/Sumba í 2007 og 2008. Hann varð venjari alt kappingarárið. FC Suðuroy flutti niður aftur í 1. deild eftir bert eitt ár í bestu deildini. Nýggjur venjari varð síðan settur til 2011. Jón Pauli hevur drúgvar royndir sum venjari og hjálparvenjari. Hann royndi seg fyrstu ferð sum venjara sum 19 ára gamal, tá hann vandi ungdómsdeildina. Í 2005 byrjaði hann aftur sum venjari, hesaferð vandi hann felagsdreingjaliðið TB saman við Milan. Úrslitini vóru sera góð. Fyrsta árið vann liðið gull, og árið eftir vóru teir greipuvinnarar.. Landsliðsvenjari. Jón Pauli Olsen gjørdist venjari hjá føroyska U19 landsliðnum hjá gentum í apríl 2012. Hann var venjari hjá teimum til hann gjørdist venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum í september 2012. Fyrsti dysturin hjá kvinnulandsliðnum við Jón Paula sum venjara var leiktur 28. november 2012 móti Luksemburg á útivølli, talan var um ein vinardyst. Føroyar vann dystin 6-0. Dysturin gjørdist søguligur, tí eitt heimsmet varð sett í 61. minutti, tá ið tá 17 ára gamla Eyðvør Klakkstein úr KÍ varð skift inn. Mamma hennara, tá 39-ára gamla Bára Skaale Klakkstein, var nevniliga við longu frá byrjan av dystinum, og teir síðstu 30 minuttirnar av dystinum spældu møðgurnar landsdyst saman, og tað var fyrstu ferð í søguni, at tað er hent í einum landsdysti, at móður/dóttir ella faðir/sonur spæla landsdyst á sama liðið í senn. Í apríl 2013 luttók føroyska kvinnulandsliðið fyri fyrstu ferð til eina HM undankapping, ein "premliminary round". Føroyar var í bólki B saman við Georgia, Litava og Montenegro. Føroyar vann tveir dystir og spældi ein dyst javnan. Liðið fekk 7 stig og vann klárt B bólkin. Tvey tey fremstu liðini komu víðari í hvørjum bólki, í B bólkinum vóru tað Føroyar við 7 stigum og Montenegro við 5 stigum, ið komu víðari. Jón Pauli var venjari til hesa kapping, hjálparvenjari var Ingun Hansen. UEFA A venjaraprógv. Jón Pauli Olsen fór í februar 2010 undir útbúgving til UEFA A venjara, frammanundan hevði hann UEFA B venjaraprógv.. Fótbóltsleikari í Føroyum og Danmark. Jón Pauli Olsen leikti øll ungdómsárini við VB og seinni sum vaksin spældi hann við VB og seinni VB/Sumba. Hann spældi mest sum álopsleikari men eisini á miðvøllinum og nakrar ferðir eisini í verjuni. Nøkur ár í 1990'unum búði Jón Pauli í Danmark, har hann var í lestarørindum. Tey árini leikti hann við KB, ÍF Føroyar og B93, men fleiri ferðir vóru boð eftir honum at leika við VB og so fleyg hann heim at spæla dyst við VB. Í 1993 spældi hann alla seinnu hálvuna við VB, sjálvt um hann búði í Danmark.. Toppskorari í 1990. Í 1990 var Jón Pauli Olsen mest skorandi leikari í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Jón Pauli er bert 3 mál aftanfyri mest skorandi leikaran í VB yvirhøvur. Føroyameistari ár 2000. Jón Pauli Olsen hevur einaferð vunnið føroyameistaraheitið, tað var við VB/Sumba í 2000. Jón Pauli spældi við allar dystirnir tað fótbóltsárið og sat ongantíð á bonkinum.. Altjóða fótbóltsdystir. Jón Pauli Olsen hevur spælt ein dyst í altjóða høpi, tað var við VB/Sumba móti Brno í Kekkia í 1998. Jón Pauli var júst fluttur heimaftur til Føroya úr Danmark tá. Hann hevur tó ikki spælt nakran landsdyst.. Slóðir. Olsen, Jón Pauli Olsen, Jón Pauli Olsen, Jón Pauli Bjørk Herup Olsen. Bjørk Herup Olsen (fødd 2. oktober 1991) er ein av bestu langteina rennari í Føroyum millum føroyskar kvinnur. Bjørk er limur í rennifelagnum Bragdið í Havn og Helsingør IF í Danmark. Bjørk hevur runnið síðan hon var 13 ára gomul og hevur vunnið fleiri heiðursmerki og hevur sett føroysk met. Danska U20 junior landsliðið í frælsum ítrótti. Bjørk Herup Olsen var við í danska U20 landsliðnum. Bjørk varð úttikin, tí hon var tann gentan í aldursbólkinum 15-19 ár, sum rann skjótast á 3000 metra teininum. Útvortis ávísingar. Olsen, Bjørk Herup Olsen, Bjørk Herup Hekla. Hekla er eitt gosfjall í Íslandi, ið er 1 488 metrar høgt. Eggert Olafsson og Bjarni Pálsson vóru fyrstir upp á Heklu. Tað var í 1750. Tummas Gudmundsen. Tummas Gudmundsen er DJ, Tónleikari og Útvarpsvertur. Tummas Gudmundsen er nokk best kendur sum DJ TummiX og vertur í útvarpssendingini 15 tær bestu frá 2004 til 2007. DJ. thumb thumb DJ er stitting fyri "disco jockey" ið seirrni er blivi til "disc jockey". Anna Kirstin Thomsen. Anna Kirstin Thomsen við einum gomlum neyðblussi. Anna Kirstin Thomsen (fødd 11. februar 1946) er av Tvøroyri og býr har saman við manni sínum Knud Steinø, sum er lækni. Anna Kirstin er saman við beiggja sínum Thomas Frederik Thomsen, stjóri í fyritøkuni p/f Seglloftið. Anna Kirstin Thomsen er útbúgvin korrespondent í enskum og týskum. M.A. Jacobsens virðisløn fyri Mentanaravrik 2008. Í 2008 fekk Anna Kirstin Thomsen handa Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2008. Virðislønina fekk hon fyri virksemi hennara í bygningunum hjá Kongaliga einahandilinum á Tvøroyri. "Anna Kirstin er eldsálin, sum lívgar og ríkar, har hon virkar. Tað veri innan tónleik, undirhald, ella tá ið hon lærir fólk kring landið at dansa. Við áhaldni og hugflogi, skynsemi og stórsinni hevur Anna Kirstin tikið stig til at umvæla, varðveita og lata upp dyrnar til ein týðandi part av mentanararvi okkara: bygningarnar hjá Kongaliga einahandlinum á Tvøroyri. Um hesar karmar er sprottin ein søguligur og nútímans mentanarpallur og eitt livandi ungdómshús. Her stíga føtur, ið undan fóru, inn aftur í ringin, og saman trína vit dansin inn í framtíðina." Ársins herðaklapp 2008 frá portal.fo. Anna Kirstin fekk "Ársins herðaklapp 2008" frá Portal.fo. Hetta er ein serstøk Planet virðisløn, sum verður latin á hvørjum ári. Beinisvørð. Beinisvørð er á útsynningssíðuni á Suðuroy millum Sumba og Lopra, og er eitt av kendastu fuglabjørgum í Føroyum. Beinisvørð er 469 metrar høgt forberg í Suðuroynni, millum bygdirnar Sumba og Lopra. Beinisvørð er sermerkt og sæst nógvastaðnis frá. Beinisvørð er tað næsthægsta forbergið í Føroyum, bara Enniberg er hægri. Nógvir flytifuglar byggja reiður hvørt ár í Beinisvørði. Sumbingar plagdu fyrr í tíðini at síga niður í bergi eftir fugli og eggum. Enn fara sumbingar í stakkin við Beinisvørð eftir lunda. Yrkingar nevna Beinisvørð. Kenda skaldið Poul F. Joensen (1898-1970), úr Sumba yrkti ofta um Beinisvørð. Janus Djurhuus (1881-1948), sum ikki er minni kendur enn Pól F. yrkti eisini um Beinisvørð. Beinisvørð rapaði. Í 1975 rapaði ein partur av Beinisvørði, og nógvar lomvigarøkur vóru oyðilagdar og fleiri staðarnøvn eru nú horvin. Hesturin við Beinisvørð. Gamli vegurin millum Lopra og Sumba førir niðan á Hestin, hagani er stutt til Beinisvørð. Vegurin er tætt við eggina, eitt nú kunnu bilar ella bussar støðga við stóru antennuna uppi á Hestinum og síðan kunnu fólk ganga umleið 50 metrar út til eggina og eygleiða fuglabergið Beinisvørð. Støðgast kann eisini eitt sindur longri niðri mitt í einum breiðum svingi, har eru bert umleið 20-30 metrar til eggina. Har liggur ein træbrúgv, sum varð løgd har einaferð kongalig vitjan var í Suðuroynni. Eitt skelti er sett upp har, sum ávarar fólk, so tey ikki ganga seg útav eggini. Sumbiartunnilin er undir Beinisvørði. Sumbiartunnilin var í ger í fleiri ár, hann varð tikin í brúk í 1997. Tunnilin fer ígjøgnum bergið Beinisvørð og er 3.240 metrar langur. Gjógvaráfjall. Gjógvaráfjall er 345 metrar høgt fjall í Suðuroynni. Vestasti býlingurin í Vági er á Gjógvaráfjalli. Sunnanfyri Gjógvaráfjall er Vágseiði, Múlin og Múlatangi. Norðanfyri Gjógvaráfjall er Fámara. Carl Barks. Carl Barks (føddur 27. mars 1901 í Merrill, Oregon, deyður 25. august 2000 í Grants Pass, Oregon) var ein kendur teknirøðsrithøvundur og -teknari. Hann er serliga kendur fyri at skriva um og tekna figurarnar hjá The Walt Disney Company. Barks tók Dunnald, sum í teknifilmunum bert var eitt fjaðurklætt illsinnisvætti, og gjørdi hann so við og við fjøltáttaðan og menniskjansligan. Tá tað ikki var nóg mikið, skapaði hann ein skara av persónligheitum runt um Dunnald og gav teimum sín egna bý at búleikast í, Dunnuvík. Lívssterkir eykapersónar blivu eitt av hansara vørumerkjum. Frá 1935 til 1942 gjørdi Carl Barks teknifilmar hjá Walt Disney Productions (nú The Walt Disney Company), og hevur hann verið við til at gjørt 40 stuttfilmar og 3 langfilmar, langfilmarnir eru Snóhvíta og teir sjey dvørgarnir, Fantasia og Bambi. Frá 1942 til 1966 arbeiddi Carl Barks fulla tíð fyri forlagið Western Publishing, og var tað har hann gjørdist kendur fyri søgurnar um Dunnald Dunnu, Gírik Gvagg og øll hini. Men hann gjørdi eisini nakrar fáar søgur við stuttligum djórum, sum Disney ikki átti rættindini til. Í 1966 skuldi Barks pensionerast, men forlagið fekk yvirtalað hann til at arbeiða parttíð. Frá 1966 til 1972 gjørdi hann einar 25 søgur við skótaliðinum hjá piltunum. Eftir 1972 varð Barks yvirtalaður tvær ferðir til at skriva eina søgu afturat. Ta fyrru teknaði William Van Horn. Tann seinna finst í tveimumútgávum, aðra hevur Patrick Block teknað, hina hevur hollendarin Daan Jippes teknað. Í alt skrivaði og teknaði Barks umleið 750 søgur og 7000 síður. 90 av teimum bestu søgunum hjá honum eru givnar út á føroyskum í Carl Barks savninum. Tokuma Japan Communications. Tokuma Japan Communications er tónleikadeildin hjá japanska útgávufelagnum, sum alment kallast Tokuma Shoten Publishing Co., Ltd. Á japanskum 株式会社徳間書店 "Kabushigaisha Tokuma Shoten". Síðani 1954 hevur felagið givið bæði spælifilmar, teknifilmar (anime) og teknirøðir (manga) út. Tónleikadeildin hevur ímillum annað givið út plátur hjá kenda bólkinum Perfume. Copenhagen Records. Copenhagen Records er eitt danskt plátufelag, við nøkrum av teimun størstu donsku kunstnarunum, m.a. Nephew, Alphabeat, Niarn, svensku Agnes og føroysku Eivør Kana. Kana bókstavir vóru mentir í Japan millum ár 700 e.Kr.f. og ár 900 e.Kr.f. Teir eru partir av japanska skriftmálinum og eru fonetiskir, tað vil siga, at hvør bókstavur gevur sítt egna ljóð, men merkir einki einsamalt. Tað eru tvey sløg av Kana; "Hiragana" og "Katakana". "Katakana" bókstavir vera nýttir til at eftirlíkna ljóðini í lániorðum. Lániorð eru orð, sum eru lánt frá øðrum tungumálum, sum til dømis, "resutoran", ið er matstova á enskum. "Hiragana" verur nýtt, tá øll japansk orð skulu skrivast, tó uttan lániorð. Georg Hansen. Georg Hansen. Fulla navn hansara var Casper Georg Hansen. Vanliga nevndur Bakar Hansen. Hann er føddur í Nexø, Bornholm 3. september í 1844 og deyður 15. februar 1924. Ayaka Nishiwaki. Ayaka Nishiwaki (japanskt: "西脇 綾香, Nishiwaki Ayaka"), verur rópt A-chan (あ~ちゃん). Er sangari í japanska elektropop tónleikabólkinum Perfume. Nishiwaki var borin í heim og vaks upp í Hiroshima, har hon gekk á sjónleikara skúla við sínum vinum og núverandi limunum í Perfume, Yuka Kashino and Ayano Ōmoto. Hon stovnaði bólkin Perfume í 2001 saman við Kashino og fyrrverandi liminum Yūka Kawashima, sum stutt eftir fór úr bólkinum fyri at brúka meiri tíð uppá lestur. Eftir langt prát við móður sína, sum helt at ein trio hevði meiri uppá seg á einum palli, spurdi Nishiwaki Ōmoto um hon vildi komí bólkin. Yngra systurin Sayaka er limur í bólkinum "9nine". Aasmund Olavsson Vinje. Aasmund Olavsson Vinje (føddur 6. apríl 1818 í Telemark fylki, Noreg, deyður 30. juli 1870 í Hadeland) var ein norskur rithøvundur og blaðmaður. Kendar yrkingar eftir Vinje eru «Våren», «Ved Rundarne», «Den dag kjem aldri» og «Blåmann». Hann vaks upp í "Vinjestoga" í Telemark fylki. Hóast familjan var fátøk var áhugin fyri bókmentum stórur, og Vinje fekk skjótt alsk til bókina. Han gekk á "Heltbergs studentfabrikk" og las seinni til jurist. Han var politiskt aktivur og varð koyrdur úr starvinum sum statsgóðkendur juristur tá hann fanst at uttanríkispolitikkinum hjá stjórnini. Vinje verður roknaður sum ein undangongumaður í norskum journalistikki við vikublaðnum "Dølen" frá 1858. Áðrenn hann skrivaði Dølen var han blaðmaður, í gjøgnum 8 ár skrivaði hann heilar 700 greinar í Drammens Tidende. Sum rithøvundur skrivaði hann yrkingar og ferðafrásøgnir. Skrivistílurin hjá honum var eyðkendur av hansara evnum at síggja eina sak frá fleiri síðum, og sýndi ofta eitt tvísýni, millum annað tá tað galt norskan nasjónalromantikk. Vinje var ein av teim fyrstu ið aktivt nýtti landsmálið hjá Ivar Aasen. Vinje doyði á Hadeland, Oppland fylki og varð jarðaður við "Søsterkirkene á Gran". CTD. CTD, Carnitine transporter deficiency, er ein arvalig ílegusjúka, sum forðar kroppinum at brúka feitt sum orku, serstakliga í tíðarskeiðum uttan mat. Carnitinið í kroppinum stavar frá føði og verður eisini framleitt í kroppinum. Fólk við CTD hava ein protein feil í proteininum kalla "carnitin transporter", sum føra carnitin inn í kyknurnar og forða fyri, at tað fer úr kroppinum. Sjúkueyðkenni. Vanliga koma fyrstu tekinini og sjúkaeyðkennini av CTD hjá nýføddum og tíðliga í barnaárunum. Tekin kunnu verða óvanligur heilavirkni, sjúkt hjarta, ørviti, spýggj, vøddaveikleiki og lágt blóðsukur. Sjúkuavgerð og sjúkuviðgerð. Ein kan kannast fyri CTD á tríggjar hættir: 1. Máta carnitininnihaldið í blóðinum. 2. Ílegukanningar. 3. Máta virkni av carnitinflytarum á dyrkaðum húðkyknum. Viðgerðin fyri CTD er at tilføra carnitin í so stórum mongdum, at innihaldið av carnitini í blóðinum verður regulskipað. Títtleiki. Helvtin av Føroya fólki hevur latið seg kanna fyri CTD, 120 eru funnin við ílegusjúkuni, og tað eru fleiri, enn læknarnir høvdu væntað. Áðrenn kanningarnar byrjaðu, varð hildið, at ein av hvørjum 1.300 í Føroyum mundi hava sjúkuna, nú vísir tað seg, at ein av hvørjum 400 hevur CTD. Aðrastaðni, til dømis í USA, Danmark, Avstralia og Japan, er talið ein av hvørjum 40 000. Kanningarnar seinasta árið vísa, at sjúkan kann raka øll og ikki bert børn og ung. Tilkomnir menn eru funnir, har aldur og æðrakálking kundi verið ørsøkin til teirra hjartatrupulleikar, men nú vísir tað seg at vera CTD. Arvafrøði. CTD hevur eitt ikki kynsbundið arvamynstur. Kikhosti. Ein ungur drongur hostar orsakað av Kikhosta. Kikhosti er smittandi barnasjúka við herðindum av hosta og ríkjan fyri bróstinum. Atvoldin til sjúkuna er bakterian "Bordetella pertussis". Villdunna. Villdunna (frøðiheiti - "Anas platyrhynchos") er tann vanligasta villdunnan í Føroyum og forfaðirin til spøku dunnuna, ið verður hildin sum húsdjór. Føroyska navnið "dunna" stavar sambært málfrøðinginum Christian Matras frá Skotsk-gæliskum "tunnag" úttalað ":dunna:";. Villdunna er vanligasti antarfuglur, sum eigur í Føroyum. Hon sæst á nógvum vøtnum og áum. Tær flestu villdunnurnar eru her alt árið. Tó koma nakrar fremmandar villdunnur eisini henda vegin um veturin. Í mai-juni verpur bøgan 8-10 egg, sum eru líka stór sum høsnaregg. Dunnan matar ikki ungarnar, men fer við teimum, har føði er. Mölnlycke. Mölnlycke ein býur í Svøríki, sum liggur eystan fyri Göteborg. Hann hevur umleið 15 289 íbúgvar og en vídd við 7,97 km². Mölnlycke er eisini høvuðsstaður í Härryda kommunu. Dagur Málsins. Dagur Málsins ella Móðurmálsdagurin er 25. mars og hevur sum endamál at seta móðurmálið í miðdepilin og skapa tilvit um nýtslu og menning av málinum. Dagurin var útnevndur av landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helena Dam á Neystabø í 2010, samstundis við stovnanina av eini málrøktarvirðisløn at lata einstaklingi, stovni ella felagi, ið hevur verið við til at røkja og ríka føroyska málið. Málrøktarvirðislønin, ið er kr. 40.000 og verður handað sama dag. Dagurin er føðingardagur V.U. Hammershaimbs, faðirin at skriftmáli føroyinga. Ivar Aasen. Ivar Andreas Aasen (* 5. august 1813 í Møre og Romsdal fylki, Noreg; – † 23. september 1896) var ein norskur málfrøðingur og yrkjari. Ígjøgnum sítt innsavningsarbeiði og mállæruskipan legði hann grundarlag undir víðari vísindaligum kanningararbeiði av norskum tungumáli. Ivar Aasen er mest kendur fyri at vera upphavsmaður til nýnorskt. Ævisøga. Ivar Aasen var yngstur av átta systkjum og misti tíðliga bæði foreldrini. Hann mátti tí longu tíðliga luttaka í strævnum bóndagarðsarbeiði fyri at lívbjarga sær. Heimstaðurin lá fjarskotin, og tí hevði Ivar fáar vinir. Hann stytti sær stundir við at lesa í bíbliuni, og longu meðan hann var lítil, løgdu bæði prestur og lensmaður í bygdini til merkis, hvussu gløggur hesin pilturin var. Aasen fekk barnalærdóm sín hjá próstinum Hans Conrad Thoresen. I 1831 gjørdist hann ferðalærari og við tíðini gjørdist hann heimalærari hjá kaptein Daae í Skodje. Hann økti alla tíðina um vitan sína, millum annað við at læra seg fleiri tungumál av egnum ávum, og við at savna plantur úr nærumhvørvinum í eitt stórt plantusavn. Aasen byrjaði eisini at granska málføri/dialektir, og náttúrliga bleiv tað hansara egna heimliga sunnmørsdialektin ið stóð fyrst fyri tørni. Hetta gjørdist eitt strævið arbeiði, tí hann royndi at finna fram málførið/dialektina sum hon var, undan danska árininum, men við tíðini bleiv hann liðugur við 'Den Sunnmørske dialekt', sum varð útgivin í 1841. Aasen fór til Bergens fyri at fáa arbeiðið hjá sær mett av biskoppinum har, Jacob Neumann. Biskoppurin var ovfarin og fekk partar av arbeiðnum prentaðar í tveimum útgávum av Bergens Tidstidende. Neumann syrgdi eisini fyri at seta unga málfrøðingin í samband við 'Vitenskapsselskapet' í Tróndheimi, sum gav honum starvsløn so hann kundi ferðast runt í landinum og kanna aðrar dialektir. Aasen var tá 29 ára gamal. Málsligt innsavningsarbeiði. Í 1848 gav Aasen út "Det norske Folkesprogs Grammatik". Tvey ár seinni kom "Ordbog over det norske Folkesprog". Hendan orðabók innihelt yvir 25 000 orð og bleiv lýst sum eitt tjóðskaparligt megnaravrik av P.A. Munch. Í 1849 legði Aasen tann fyrsta tekstin á nýggja skrivtmálinum fram, og fýra ár seinni kom hann við uppskotinum um tað nýggja norska landsmálið: "Prøver af Landsmaalet i Norge". Landsmál. Landsmál var heitið á tí nýggja norska skriftmálinum, sum varð skapað av Ivar Aasen í 1850-árunum. Í 1929 bleiv almenna heitið á hesum skriftmáli broytt til nýnorskt. Ein ið nýtti landsmál, var Magnus Brostrup Landstad í kvæðasamling síni Norske Folkeviser frá 1852. Norske Folkeviser. Norske Folkeviser er eitt kvæðasavn, ið Magnus Brostrup Landstad gav út í 1852. Skriftmálið hann nýtti var landsmál, ið er grundað á etymologi/upprunafrøði, eins og føroyska skriftmálið hjá Hammershaimb. Ásmund Fregdegævar. Úr kvæðasavninum Norske Folkeviser, sum Magnus Brostrup Landstad gav út í 1852. 1. Deð var Irlands kongi bold 2. Farne er no sá mange ingin af dei er komen att’e no kan eg ‘ki lenger biðe. 3. Til sá svarað han ráðihæst, Ásmund er báðe stór og sterk han er sá fregð ein mann. og hava heim dottri til meg! du er den fregðast i lándo, og löyse mi dotter or vándo.” 6. Hot hev eg mot deg brotið, með du vil endeleg vita meg 7. Du skal fá fruga Ermelia hon er sá vént eit viv, vil du norð i den myrke heimen og váge fer henna dit liv. 8. Og vil du geva meg dotter di sá reiser eg norð i den skome heimen 9. Og skal eg dá af norð i trollebotten og löyse di dotter or vánde, sá vil eg hava deð Olafs-skipið 10. Árinn’ og deð forgylte flöy 11. Ásmund sprang på Olafs bát lat no skipið koma til gange! 12. Sá vatt dei up deð silkiseglið dei sille inki pá bunkin strjúke han tróð den fyste pá land. 14. Hokken vil de mine bröðar tvo hellá de vil in i bergið gange 15. Hokken vil de mine bröðar tvo hellá de vil in i bergið gange 16. Til svarað Ásmund bröðanne tvo dei var báðe unge og blauge. Deð höyrer me pá bróðir ‘kons at han vil vita kon dauðe. 17. Heller vil me, fregðan bróð’r me tor’ inki in i bergið gange 18. Heller vil me, fregðan bróð’r me tor’ inki in i bergið gange han totte kufta var hosta góð 20. Som han kom i den fyste hallen, 21. Som han kom i den aðre hallen, han var i sá mykin váðe 22. Som han kom i den treða hallen, 23. Som kom i den treða hallen, han kastað seg i einom kvila, 24. Han kastað seg i einom kvila han var báðe fáin og fnyste, in sá kom deð vene viv, 25. In sá kom deð vene viv, hon ha’ hár som spunnið gull 26. In sá kom deð vene viv, hon ha’ hár som spunnið gull 27. Hon ha’ hár som spunnið gull og tók hennar i sit fang. 28. Slepp meg, slepp meg, Ásmund, du helt inki meg i fang, kem hon in sæle móðir mi hon et up kvor kristen mann. 29. Deð er inki di sæle móðir du er dottir til Harald kongin, som búr heran suð under öy. 30. Du slepp meg, slepp meg, Ásmund! du helt inki meg i hand, kem hon in T a r g e r ð H ú k e b r ú ð hon knýser deg under si tonn. 31. Slepp meg, slepp meg, Ásmund! hon slúkar ‘kon i seg báðe. 32. Slepp meg, slepp meg, Ásmund! deð er sá vont dei nýte drenginn 33. In sá kom den skome gyvri, hot er deð fer eit t e k j u b á n n, 34. Den, som kallar meg eit tekjubánn 35. Á inki er du den fregðaste, men kem han en Thor með tungum hamrum 36. Höyre du deð du skome-gyvri hor heve du fengið deð breiðe belti, 37. Deð var ‘ki i fjór, i fyrre fjóren, dá eg sille livið af kongin taka sá seint um ein jóleftas kvelde. 38. Eg tók kongin pá mín bak, men som eg kom i durahallen dá falt en meg fer tung. 39. Fram sá kom den vigsle-kallen, sá vel eg han mone kenne, han slóg meg með skrá i skallen 40. Dei slóg meg með skrá i skallen, 41. Dei skvette eld og eimyrja, vigsale kom dá der eg stóð, 42. Deð fornam eg pá lándo deires, sá sprette eg beltið af kongins rygg og send deð sá hit at meg! 44. Eg hev vorið i de kristne lándo eg hev tekið i dei glóands jönni eg er mykið sterkar hell du. at odden stóð i hennas navle. du löyser meg af den vande du högge meg i lytinne tvá 47. Eg skal hogge deg i lytinne tvá Og löyse deg af den vande, Med deð má fanden i helviti 48. Um sá talað den skomegyvri du skal `ki livands or bergi koma, og inki livands ivir den fjorð. han gekk seg út með strande, burte sá vore hans bröðar tvo, inki skip var der fer lande. 50. Som han kom i den fjórðe hallen, 51. Høyre du fagran fljótan folen hossi mykið vil du hava af deð rauðe gull fer bera meg ivir den fjorð. 52. Til svarað fagran fljótan folen eg vil hava di högre hand, men dá skal eg bera deg fram. fulla skal du fá mi högre hand, men dá lýt du bera `kon báðe. 54. Tak deg no báðe sylv og gull, sá mykið som du kan tine, du set deg pá mit breiðe bak, du samlar dit gull i skrín 56. Som han kom i den femte hallen, han var sá vreið i sinn, deð skranglað i kvor den ring. 57. Hoggi han ihel alle bergetrolli der flaut með blóð og vág. 58. Sá tok han báðe sylv og gull sá drog han or bergi út 59. Sá tok han báðe sylv og gull sá reið han ivir deð breiðe hav 60. Kongin han stend i högan lofts svoli, 61. Kongin han stend i högan lofts svoli han steig seg út pá sand, sá hoggi han folens hovuð af, --- deð vart ein kristen mann! 63. Sá hoggi han folens hovuð af, Magnus Brostrup Landstad. Magnus Brostrup Landstad (* 7. oktober 1802 í Måsøy, Noreg – † 8. oktober 1880 í Kristiania) var ein norskur prestur, sálmayrkjari og savnari av fólkalívsminnum. Hann var systkinabarn Hans Peter Schnitler Krag. Landstad er serliga kendur fyri sínar sálmayrkingar og savnan av fólkalívsminnum. Í Seljord liggur 'Landstad-instituttet', uppkallað eftir honum. Sálmabókin hjá Landstad var autoriserað til gudstænastubrúk í norsku kirkjuni í 1869, og so við og við gjørdist hon tað tjóðskaparliga sálmaverkið ið Landstad hevði ynskt. Ludvig Mathias Lindeman gjørdi løg til nógvar av sálmunum. Í 1852 gav Landstad út kvæðasavnið Norske Folkeviser skrivað á tí nýgjørda landsmálinum. Jóhan Hendrik Winther Poulsen. Johan Hendrik Winther Poulsen (føddur 20. juni 1934 í Sumba) er ein føroyskur málfrøðingur. Jóhan Hendrik Winther Poulsen er víða gitin fyri at vera professari í norðurlendskum, og serliga føroyskum máli á Fróðskaparsetri Føroya. Hann var við til at savna tilfar til føroysku orðabókina, millum annað við at hava sendingina Orðabókin, har fólk kundu skriva inn orð, ið tey nýttu til føroysku orðabókina, og er tí ofta róptur Orðabókin. Familja hansara. Sum lítil búði Jóhan Hendrik í Skopun saman við foreldrunum, Kristionnu (fødd Mikkelsen, av Tvøroyri) og Niels Winther Poulsen, og yngru brøðrunum Mortani og Halgir. Hann giftist við Birnu Sjúrðardóttir Patursson í 1964 í Havnar Kirkju. Tey eiga børnini Hjørt, Hjørdis, Teit og Ingibjørg. Í dag búgva Jóhan Hendrik og Birna í Kirkjubø, har tey hava búð síðan í 1969. Jóhan Hendrik súkklaði eisini nógv, onkuntíð hevur hann verið í Íslandi á súkklu, og gjøgnum Ongland, Týskland, Frakland og Danmørk við soninum Teiti. Hann súkklaði til arbeiðis hvønn morgun á sínum heldur ungu døgum og svam nógv í sjónum. Lestrar- og arbeiðstíð hansara. Barnaárini gekk Jóhan Hendrik í skúla í Skopun. Seinni, í 1948, fór hann til Havnar í skúla, og fekk studentsprógv í 1952. Síðani fór hann á lærda háskúlan í Keypmannahavn, har hann las latín og enskt, og fór síðan í staðin at lesa norrøna málfrøði. Hann tók mag.art. prógv í 1966. Hann las á lærda háskúlanum í Reykjavík í 1960-62, og eftir ta próvtøkuna arbeiddi hann í Keypmannahavn á Árnasavni, við ta norrønu orðabókina. Í 1967-68 fluttu hann og Birna til Illinois í USA við børnunum, Hjørdis og Teiti, at arbeiða sum lærari í fornnorrønum og norðurlendskum málum á lærdum háskúla í Illinois. Síðani seinni í 1968 arbeiddi hann leysløntur á Føroyamálsdeildini, har hann í 1972 varð settur í starv sum deildarstjóri og seinni bleiv lektari. Tað var í 1986, at Jóhan Hendrik varð tilnevndur professari í norðurlendskum, serliga føroyskum máli á Fróðskaparsetri Føroyra, av Atla Dam, løgmanni. 1. september 1997 loysti hann við umsókn úr starvi við eftirløn. Bøkur. Í 1969 fór Jóhan Hendrik undir eina sending, nevnd Orðabókin. Tað var fyri at samla inn orð, ið lítið var vitað um. Henda útvarpssending var væl umtókt, og nógv sendu inn nógv orð við postinum. Tað mesta av hesum tilfari var við í føroyska orðabók, ið hann var aðalstjóri á. Hon kom út 24.juli í 1998. Eisini hjálpti hann Christian Matras við útgávuni av føroyskari-danskari orðabók, ið kom út í 1961 í 2. útgávu. Bókin "Mál í mæti" er eitt greinasavn eftir sjálvum Jóhan Hendrik. Hon varð útgivin í sambandi við 70 ára føðingardag hansara, 20.juni 2004. Soleiðis varð sagt um heitið á bókini: “Mál í mæti er valt sum heiti á hesi bók við tí í huga, at Jóhan Hendrik nýtir og viðger móðurmálið við virðing og sóma – bæði í talu og skrift – hann gongur á odda og stimbrar onnur at fjálga um tað, tí hjartamál hansara er av sonnum málið.” Ritstjórar á bókini vóru Anfinnur Johansen og Hans Joensen. Bókin "Orðabókin" er ein bók við samrøðunum úr útvarpssendingini, ið eisini var nevnd Orðabókin. Hon kom út 20.juni 2009 í samband við 75 ára føðingardag hansara. Átrúnaður í USA. Í 1620-1640 komu pílagrímarnir til USA. Átrúnaðarlig viðurskifti høvdu noytt teir at rýma úr Stóra Bretlandi. Í fyrstuni tá fólk byrjaðu at búseta seg í USA, høvdu tey allarflestu tilknýti til protestantiskan kristindóm. Í dag búgva 308 mió. fólk í USA og átrúnaðarliga myndin er sera sprøklut. Tað gamla kirkjusamfelagið er her enn, hóast sjónarmið teirra eru nógv broytt. Ein sera stór tilflyting úr øllum heimspørtum og mentanum, hevur gjørt, at í dag er USA eitt pluralistiskt land. Í rundum tølum kann sigast, at helvtin av amerikanarunum eru protestantisk kristin, ein fjórðingur er katolikkar, meðan seinasti fjórðingurin er jødar, mormonar, ateistar, muslimar, hinduistar og onnur. Kirkjur, sýnagogur, hindutempul og moskur standa tí lið um lið í amerikonskum býum. Kirkjan hevur stóra ávirkan á gerandisdag fólksins. Næstan allir amerikanar eru kristnar. Í Amerika eru eisini umleið sjey miljónir muslimar og hvør einasti statur hevur minst eina mosku. Seks av 10 amerikanarum meina at religión er umráðandi í gerandisdegnum. Eisini meir enn helmingurin av samkyndum í Amerika siga, at trúgvin hevur stóran týdning fyri tey. Í USA eru statur og kirkja skild sundur. Søga. Umleið 1640 komu fyrstu niðursetufólkini til New York í USA. Hetta vóru fólk, sum vóru flutt úr Stóra Bretlandi til Amerika fyri at finna eitt stað, har tey kundu stovnseta og byggja upp eitt kristið samfelag. Nýggir tilflytarar komu við ymsum málum og trúarligum ástøði. Danir, ið fluttu til Amerika, máttu sjálvir seta í starv lærarar og prestar, sum dugdu danskt, um so var, at teir vildu hava danskar gudstænstur og danskar sálmar. Tær donsku kirkjurnar og prestarnir gjørdust eisini savningardeplar hjá dønum. Her kundu teir biðja um hjálp, tí prestar og meinigheitir hjálptu bæði á tí verðsliga og andaliga økinum. Hetta hevur eyðkent kirkjurnar í USA síðan. Meinigheitirnar virka sum stovnar og eitt stórt hjálpiarbeiði verður gjørt í kirkjunum. Fara í kirkju. Ein vanligan sunnudag fara bert 2 % av dønum í kirkju, hóast eina langa, kristna siðvenju og eina fólkakirkju, har 81 % eru limir. Í Amerika fara umleið 40 % í kirkju, hóast tey ikki hava nakra fólkakirkju, og hóast landið átrúnaðarliga er sera fjølbroytt. Mong ágrýtin kristin vóru slóbrótarar í USA. Tey stríddust fyri frælsi og fólkaræði, og hendan arvin eru amerikanarar glaðir fyri. Í 1952 fráboðaði sjálvur hægstirættur, at "vit eru eitt religiøst fólk og líta á eina hægri veru". Móti kommunismu og einaræði savnaðust amerikanarar um teirra kirkjur, tí í USA stendur átrúnaður sum trygdin fyri frælsi og fólkaræði. Hagtøl. "Hevur religión týdning í gerandisdegi tínum"? Henda spurning hevur Gallup sett í 138 ymiskum londum. Í Libanon, Iran og Irak svara 86, 83 og 79 prosent ja til spurningin, meðan tølini í amerikonsku statunum Mississippi, Alabama og Tennessee eru 85, 82 og 79. Minst religiøsi staturin í USA er Vermont við 42 prosentum. Meðan fólk í Norðurlondum – mest í Danmark og Svøríki – eru óvirknir limir í fólkakirkjuni, er meginparturin av kristintrúgvandi amerikanum sera virkin í trúarlívinum. Ein kanning kunngjørd av "the Pew Forum on Religion and Public life" í 2010 vil vera við, at ungir amerikanarar eru nakað væl minni religiøsir enn teirra foreldur vóru, tá tey vóru ung. Men kanningin sigur eisini, at nógv av tí sum tey 18-29 ára gomlu trúgva uppá og gera í samband við sína trúgv, minnir um tey eldru. Ein út av fýra "millenniarum", sum er definerað sum fólk fødd eftir 1980 og tilkomin umkring ártúsundsskiftið, eru ikki tengd at nakrari traditionellari trúgv, sigur Pew. Tey lýsa sína religión sum ateist, agnostisk ella 'ikki nakað ávíst'. Bert 13 % av amerikanskum "baby boomarum", tey fødd millum 1946 og 1964, vóru ikki tengd at nakrari traditionellari religión tá tey vóru ung, sigur kanningin. Men tá tað kemur til trúgv og gerir, so sum hvussu tey síggja uppá lív eftir deyða, eksistensin av himmal og helviti og miraklum, so minna "millenniarir" um undanfarandi generatiónir. Til dømis siga 45 % av ungum amerikanarum, at tey biða dagliga, og tað er líka nógv sum søgdu seg biða í 80'unum og 90'unum. "Meðan fleiri og fleiri eru ótengd at ávísari religión, merkir tað ikki neyðturviliga, at tey eru sekuler", sigur Greg Smith, ein av monnunum aftanfyri kanningina. "Vit síggja millum ung, at tað ber til at praktisera trúgv og at vera religiøsur, uttan at hoyra til eina ávísa samkomu ella trúðarrætning". Sambært Katólska Bíbliufelagnum lósu 75 prosent av íbúgvunum í USA í Bíbliuni í 2007. Einans 20 prosent av spaniólum hava gjørt tað sama, meðan 21 prosent av franskmonnum lósu í henni í 2007. Kanningin, ið umfataði 9 lond - USA, Bretland, Pólland, Týskland, Spania, Frakland, Niðurlond, Russland og Italia - vísir harafturat, at amerikanarar eisini biðja meira enn íbúgvarnir í hinum londunum. 87 prosent søgdu seg hava biðið í 2007, meðan 47 prosent av franskmonnum bóðu í 2007. Stívliga helmingurin av amerikanum skiftir trúgv minst eina ferð í lívinum. Tað avdúkar ein kanning í 2010, sum vísir á eina aðra átrúnaðarliga leið enn hana, vit eru von við á okkara leiðum í Norðurlondum. Umleið 44 % av amerikanska fólkinum hevur aðra trúgv enn hana, tey vuksu upp við. Og um ein telur tey við, sum hava slept barnatrúnni, men hava tikið við henni aftur seinni í lívinum, og tey, sum sleptu trúnni í uppvøkstrinum, hevur meira enn helmingurin av amerikanum skift trúgv. Hetta vísir eitt spurnarumfar, sum umfatar út við 3.000 fólk, og sum stovnurin Pew Forum – um átrúnað og tilveru – hevur staðið fyri. Kanningin vísir, at tað er mest í aldrinum 24-36 ár, at fólk hava lyndi til at skifta trúgv. Og tað er mest katólska kirkjan, ið merkir stórt fráfall. Samkynd. Ein kanning vísir, at hjá seks av hvørjum tíggju amerikanskum samkyndum hevur trúgvin stóran týdning. Tað er amerikanska greiningarfyritøkan Barna Group, ið hevur gjørt kanningina. Í kanningini siga 70 prosent av amerikanskum samkyndum seg vera kristin, og seks av hvørjum tíggju siga, at trúgvin er sera týdningarmikil fyri teirra lív. George Barna, sum er grundleggjari av Barna Group, heldur, at hetta punkterar onkrar mytur um samkynd. "Fólk, sum siga samkynd vera ógudilig og heiðin, ið finnast at kristnum, hava ikki fatur á veruleikanum", sigur George Barna sambært Kristeligt Dagblad. Kanningin er grundað á telefonsamrøður við 9232 vaksin fólk í tíðarskeiðnum frá januar 2007 til november 2008. United Church of Christ hevur umleið 5.320 kirkjur, og er í dag eitt tað mest frælslynta kirkjusamfelagið í USA, sum millum annað marknaðarførir seg sum talsmann fyri rættindum hjá samkyndum í kirkju og samfelag. Hetta er eisini ein kirkja í støðugari afturgongd, og bert 0,5 prosent av fólkinum eru limir í henni. Metropolitan Community Church arbeiðir eisini fyri teimum samkyndu. Níggju statir í USA loyva hjúnarbandi millum fólk av sama kyni. Teir eru Iowa, Maryland, Connecticut, Massachusetts, New Hampshire, New York, Vermont, Washington og Maine. Tjóðardagur USA. Amerikanskur tjóðardagur (á enskum "Independence day" ella "the Fourth of July") er 4. juli, sum er til minnis um loysingina frá Stóra Bretlandi. 4. juli í 1776 tóku amerikumenn loysing frá bretum. 4. juli er minningardagurin um viðurkenningina av óheftislýsingini, "Declaration of Independence" í 1776. Men veruliga undirskrivingin fór ikki fram fyrr enn slakan mánað eftir, nevniliga 2. august 1776. John Hancock átti fyrstu undirskriftina á skjalinum. Ein undirskrift verður ofta kallað "at skriva sítt John Hancock". Fleiri undirskriftir komu á skjalið seinni. 4. juli 2009 hátíðarhildu amerikanar 233 ára frælsisdagin. Søgan. Tann amerikonska sjálvstýristilgongdin skal síggjast í ljósinum av, at bretar mettu, at tað var neyðugt at skatta koloniirnar fyri at kunna fíggja umsitingina av teimum. Bretska krúnan legði eina røð av skattum á koloniirnar, men mótstøðan var hørð og umfatandi. "The East India Company" fekk einarætt frá bretsku stjórnini at flyta te úr Kina beinleiðis til síni umboð í USA, og hetta førdi við sær, at niðursetuhandilsmenninir ikki fingu lut í hesum lønandi handli. Tann 16. desember í 1773 skipaðu nøkur niðursetufólk fyri sokallaðu "Boston Tea Party" sum eitt mótmæli ímóti bretsku atferðini. Hetta gjørdist byrjanin til harða stríðið millum niðursetufólkið og bretsku ta stjórnina. Bretar kravdu frið og landaskil, men amerikumenn kravdu frælsi. Í september í 1774 varð stevna hildin í Philadelphia, sum nevndist "First Continental Congress". Allar koloniirnar uttan Georgia sendu umboð til stevnuna. Endamálið við stevnuni var at bøta um sambandið við ta ensku stjórnina, men hetta eydnaðist ikki, og í apríl mánaði í 1775 vóru niðursetufólk í Massachusetts í bardaga við bretar við Concord og Lexington. Kollveltingin var byrjað. Stríðið spjaddist og uppreistur var veruleiki, og krav um fullveldi varð endaliga orðað 4. juli í 1776 í tiltiknu Frælsisyvirlýsingini (á enskum "Declaration of Independence"), ið staðfesti natúrrættindi hjá mannaættini og fullveldið hjá teimum amerikonsku statunum. Thomas Jefferson orðaði yvirlýsingina, sum í stóran mun er grundað á tey politisku ástøðini hjá enska heimspekinginum John Locke. Frælsiskríggið vardi longri enn væntað. Tað byrjaði 19. apríl í 1775 og endaði 19. oktober 1781, tá ið Lord Cornwall við heri sínum gav seg yvir í Yorktown, Virginia. Bretar, sum eisini vóru í kríggi við fleiri evropisk lond, máttu lúta fyri frælsishugaðu niðursetufólkunum. Í 1783 viðurkendi Stóra Bretland fullveldið hjá teimum 13 koloniunum. Rasismugreinin. Føroyar. Grein 266b í revsilógini kom í gildi 15. desember 2006 við 17 stemmun fyri og 15 ímóti, hon staðfestir at samkynd skuldu verða vard ímóti niðurgerð. Miðflokkurin hevur fleiri ferð tosa ímóti at grein 266b skuldi koma í gildi í Føroyum. Tað eru tó ikki bara tingfólk úr Miðflokkinum, ið hava verið ímóti at samtykkja grein 266b, tingfólk úr mestsum øllum flokkum hava verið ímóti. Dømi eru eisini um, at politikarar hava skift flokk, eftir at okkurt mál sum gongur ímóti teirra etisku virðum ella ímóti teirra sannføring, hevur verið fyri, og flokkurin hevur verið fyri. T.d. skifti Karsten Hansen flokk orsakað av hesum málinum. Hann varð valdur á ting fyri Tjóðveldi, men seinni skifti hann flokk og gjørdist limur í Miðflokkinum. Atkvøðubýtið. "Tølini í talvuni niðanfyri eru ikki heilt røtt!" Føroyar sum eitt valdømi. Lóg um at skipa Føroyar sum eitt valdømi kom í gildi 25. oktobur 2007. 19 tinglimir atkvøddu fyri at gera Føroyar til eitt valdømi og 13 vóru ímóti. The Coca Cola Company. The Coca Cola Company er ein amerikonsk fyritøka, ið var stovnað í 1886. Fyritøkan eitur eftir leskidrykkinum Coca-Cola, sum gjørdist eitt hitt kendasta merki í heiminum. Coca-Cola varð fyrstu ferð bryggjað í Georgia, USA í 1886. Uppfinnarin gjørdi eitt eyðkent vørumerki, sum fall væl í eyguni við snøggum, reyðum stavum, sum taka í hvør annan, og frá fyrsta degi varð lýst allastaðni við hesum nýggja drykki. 10 ár seinni drukku tey Coca-Cola í øllum Amerika. Nú er Coca-Cola so grógvið inn í hugaheim okkara, at vit kenna merkið aftur, hvussu navnið so er skrivað. Sniglar. Sniglar (frøðiheiti - "Gastropoda") er tann hópurin av lindýrum ið hevur flest sløg. Uml. 78% av lindýrum eru sniglar. Grikska heitið "gastro-poda" merkir "búkføtur", tí sniglar skríða á búkinum. Í stødd kunnu sniglar verða frá 1 mm til uml. 1 m. Sniglar liva á landi, sjógvi og vatni. Nógv sløg liva á landi, men tveir triðingar av sløgunum liva í vatni og sjógvi. Sniglar verða býttir í fýra hópar: "Prosobranchia" (Framtáknusniglar), "Opistobranchia" (Baktáknusniglar), "Pulmonata" (Lungnasniglar) og "Gymnomorpha", Anatomi. Anatomisk mynd av snigli. 1 - skel, 2 - livur, 3 - lunga, 4 - gat ("anus"), 5 - andingarpokna ("respiratory pore"), 6 - eyga, 7 - kampur ("tentacle"), 8 - heili ("celebral ganglia"), 9 - rákakanal ("salivary duct"), 10 - muður, 11 - kjós ("crop"), 12 - rákakertil ("salvary gland"), 13 - kynspoka ("genital pore"), 14 - reður ("penis"), 15 - móðurskeið ("vagina"), 16 - slímkertil, 17 - egggørn, 18 - pílasekkur ("dart sac"), 19 - fótur, 20 - magi, 21 - nýra, 22 - kápa, 23 - hjarta, 24 - sáðgongir ("vas deferens"). Eins og skeljadýr eru sniglar lindýr. Nógv ymisk sløg eru, serliga í sjónum. Summi sløg hava vundna skel, onnur hava onga skel, men svimja uppi í sjónum. Mong smærri sløg hava tjúkka skel. Kroppurin á snigli er skiftur í yvirkropp og undirkropp. Í flestu førum er skel um yvirkroppin, men hjá summum, t.d. svartasnigli er skelin skerd til ein húðarfald sum er ein (innvortis) kápa. Á høvdinum (á sjósnigli) eru tveir kampar til at tevja við, eygu og muður við rívitungu. Í yvikroppi liggja hjarta, livur og nýru. Landsniglar hava fýra kampar (horn), har eyguni sita á ovaru kampunum, tevið á teim niðaru; tað finnast eisini sniglasløg sum eru blind, ella als ongi eygu hava, t.d. sniglar ið livað niðri í moldini. Landsniglar hava smáar kertlar millum rukkurnar á kroppinum, og úr teimum kemur slím. Landsniglar kunnu torna upp; men slímið verjir teir fyri turk, og kemur mold og skittur á teir, so lata teir nógv slím úr húðini, so skitturin glíður uttan av teimum. Snigil skríður á fótinum. Blóðið setur niður í hann, so at hann bólgnar og kemur niður úr skelini. Ein vøddi í afturpartinum tekur fótin inn aftur í skelina. Nøring. Nógvir sniglar eru tvíkynjaðir, tvs. teir hava bæði kvenn- og kallkynsgøgn og nakrir teirra kunnu yngla við bæði kynjaðari og ókynjaðari nøring, tvs. teir kunnu fáa avkom, bæði við maka og uttan maka. Nógvir sniglar verpa egg, men summir sjósniglar gýta livandi ungar. Føði. Flestu sniglar eru plantuetarar ella liva av æti, men tað finnast eisini sniglar sum eru rovdjór burturav, t.d. agngágga ið livir av skjeljadjórum, sniglar ið eru ræátarar, og eisini finnast sniglar ið liva sum snultarar (parasittar) á øðrum verum. Plantuetandi landsniglar, t.d. garðsniglar og morsniglar kunnu vera sannar plágur í landbrúkinum og hjá urtagarðsfólki. Morsnigil. Morsnigil (eisini kendur sum dreparasnigil) (frøðiheiti "Arion vulgaris") var fyrstu ferð funnin í Føroyum í 1996. Morsnigil verður 5-15 cm langur og er skínandi og javnt morreyður, men hann kann vera ymiskur á liti frá morreyðum til ljósagult, og teir ungu morsniglarnir eru meira gjøgnumskygdir á liti. Fótrondin er tvørríput. Morsnigil eitur á latíni Arion vulgaris. Morsnigil stavar frá Spania, men hevur síðan spjatt seg norðureftir við fólki og vørum, hann var fyrstu ferð sæddur í Svøríki í 1975, í Noregi í 1988, í Danmørk í 1991, í Føroyum í 1996 og í Íslandi í 2003. Sum aðrir sniglar í Arionslektini er morsnigil tvíkyndur og nørist skjótt, og ger hann stóran skaða í m.a. urtagørðum og eplaveltum. Svarti snigil. Svarti snigil (frøðiheiti - "Arion ater") er best kendi landsnigil her á landi. Svarti snigil verður 100-120 mm langur. Hann er svartur um kroppin, og húðin er rukkut og hál av slími. Kroppurin er avlangur og tjúkkastur um miðjuna. Á høvdinum eru 4 liðilig horn. Tey tvey longstu hornini bera eyga á endanum. Snigilin tevjar við hinum báðum hornunum. Liviøki. Svarti snigil sæst bæði við hús, í bø og haga; men svørtu sniglarnir við hús eru morlittir ella reydligir. Svarti snigil er vanligur á graslendi í bø og haga, har skuggi er. Føði. Svarti snigil etur bleytar plantulutir og eisini soppar. Hann tolir eisini eitursoppar. Á tunguni eru smáar, hvassar tenn, so hon er góð at ríva matin sundur við. Við hesi hvøssu rívitungu skaðar snigilin plantur; men hann er tó ikki mettur at vera skaðadjór. Nøring. Svarti snigil verpur ljós egg, og hann verpur tey í eina holu í moldini ella í vátligt leyv. Áðrenn veturin kemur, doyggja teir gomlu sniglarnir. Eggini og ungarnir liggja í jørðini og liva veturin av. Norðaru Marianaoyggjar. Samveldið Norðaru Marianaoyggjar (enskt: "Commonwealth of the Northern Mariana Islands", chamorro: "Sankattan Siha Na Islas Mariånas") er ein oyggjabólkur í Kyrrahavinum. Norðaru Marianaoyggjar er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Marianoyggjar í Mikronesia. Norðaru Marianaoyggjar eru ein oyggjabólkur við fimtan oyggjum av vulkanskum- og korall uppruna. Oyggjarnar eru tilsamans støddar sum Streymoy og Sandoy, ella eitt sindur meiri enn triðingin Føroyar. Capitol Hill er høvuðsstaðurin í oyggjunum og liggur á oynni Saipan, sum er tann størsta oyggin. Í Samveldið Norðaru Marianaoyggjar búgva umleið 51.483 fólk í 2014. Almennu málini eru trý í tali: enskt, chamorro og karolinskt. Triðingurin av útflutninginum er landbúnaðarvørur. Tað mesta, ið dyrkað verður, er sukurrør og ananas. Økið dregur ferðafólk úr øllum heiminum at sær. Hetta gevur nógvum fólki arbeiði. Ferðafólkavinnan er størsta inntøkan á nógvum oyggjum har. Stóra ferðavinnan gevur væl av sær, men skaðar eisini náttúruna. 8,0 prosent av fólkinum er arbeiðsleys og miðallívsævin í landinum er 76.7. Undir 3 prosent av fólkinum eru ikki lesifør. BTÚ fyri hvønn íbúgva í landinum er 13.600 $ (81 400 DDK). Meginparturin av fólkinum er katolikkar. Sum tann fyrsti býurin í søguni varð Hiroshima í Japan raktur av fyrstu kjarnorkubumbuni nakrantíð, tá USA hin 6. august 1945, undir Seinna heimsbardaga, slepti einari kjarnorkubumbu yvir býin. Tað var bumbuflogfarið Enola Gay úr Norðurmarianoyggjum, ið kastaði kjarnorkubumbuna. Landafrøði. Norðaru Marianaoyggjar liggja í oyggjabólkinum, sum verður nevndur Marianoyggjar, í Mikronesia. Oyggjabólkurin hevur fleiri befólkaðar og óbefólkaðar oyggjar; tær størstu av Norðaru Marianaoyggjunum eru Saipan (120 km2), Tinian (102 km2, inkl. Aguijan), Rota (85 km2), Pagan (48 km2), Anatahan (32 km2), og Agrihan (30 km2). Av teimum er oyggin Saipan størsti parturin og har tað búgva flest fólk. 90 prosent av fólkatalinum í 2014 búgva á Saipan. Tað er lýtt tropiskt veðurlag alt árið. Tað regnar av og á og skiftir ofta millum regn og brennandi sól. Heitt er veðurlagið, og ofta regnar, so væl fæst burtur úr jørðini. Á oyggjunum eru fleiri høg eldfjøll, men nú er bara eitt, sum ger um seg. Politikkur. Norðaru Marianaoyggjar eru eitt sjálvstýrandi land í politiskum felagsskapi við USA og undir tess fullveldi. USA hevur fult ræði á málsøkjum viðvíkjandi uttanríkispolitikki og verju. Íbúgvarnir í Norðurmarianaoyggjum eru amerikanskir ríkisborgarar, og ávísar amerikanskar lógir og ásetingar í amerikansku stjórnarskipanini eru í gildi í oyggjunum. Meginásetingarnar í sáttmálanum, sum er stjórnarrættarliga støðið undir oyggjalandinum, kunnu bert broytast, um báðir partar samtykkja tað. Leopardsnigil. Leopardsnigil (frøðiheiti - "Limax maximus") varð fyrstu ferð skrásettur í Føroyum í 2003. Hann varð funnin á Toftum og hildið var at hann bara fanst har, men ein 'eftirlýsing' í Dimmalætting vísti at hann fanst yvir stórar partar av Eysturoy og Suðurstreymoy uttan at fólk høvdu givið sær far um tað. Útsjónd. Leopardsnigil er nú størsti snigil í Føroyum, áður var tað svarti snigil. Leopardsnigil kann gerast upp til 200 mm langur. Hesin snigil er sera litfagur og fleiri litbrigdi síggjast. Vanligast er hann grábrúnur við strípum, men stundum hevur hann blettir ístaðin fyri strípur, og stundum er hann einlittur og hevur hvørki strípur ella blettir. Eitt ið eyðkennir hetta slagið, er kjølurin eftir rygginum og tað at andingaropið er aftanfyri kápuna, mótsatt Arionslektini har andingaropið er frammanfyri kápuna. Liviøki. Har Leopardsnigil finst í Føroyum, sæst hann allastaðni í bygdum øki, í urtagørðum, í bønum og á gongubreytum. Ikki er greitt um hann trívist uttangarðs. Mótsatt morsniglinum tykist leopardsnigilin vera púra óskaðiligur. Kjarrsnigil. Kjarrsnigil (danskt: "kratsnegl" - frøðiheiti: "Arianta arbustorum") var fyrstu ferð skrásettur í Føroyum í 1880'unum, men var so ikki sæddur aftur fyrr enn í 1990'unum. Útsjónd. Kjarrsnigilin er størsti snigil við húsa ið verpir í Føroyum*. Hæddin á húsanum er 12-23 mm, breiddin er 15-24 mm og hevur hann 5-6 snúningar. Húsin er litfagur, brúnur við ljósum tvørstrípum og eini døkkari rípu ið fylgir snúningunum. Kroppurin er døkkur, stundum svartur, stundum gráligur við ljósari flekkum. Liviøki. Kjarrsnigil finst bara í fáum støðum í Føroyum, har hann sæst í urtagørðum, rabarbugørðum og fram við veitum í bygdum øki. Kjarrsnigilin er plantuetari burturav, men ger ongan skaða í urtagørðum. Hebe Camargo. Hebe Maria Camargo (fødd 8. mars 1929 í Taubaté, Brasil, deyð 29. september 2012) var ein songkvinna, sjónvarpsvertur og sjónleikari úr Brasil. Sum songkvinna hevur hon framført í skemtifilmum eftir Mazzaropi og spældi saman við Agnaldo Rayol í einum av teimum. Í 1950-árunum byrjaði hon at starvast sum sjónvarpsvertur í eini røð á rásini TV Paulista. Í 1955 var hon við í tí fyrstu brasilsku sjónvarpssendingini fyri kvinnur, "O Mundo é das Mulheres" (Heimurin hoyrir kvinnunum til), í sjónvarpi í Rio de Janeiro, ið varð sent fimm ferðir um vikuna. Grái snigil. Grái snigil (frøðiheiti - "Arion subfuscus", stundum "Arion fuscus", stundum verða hesi roknað sum tvey ymisk sløg) er ein sera vanligur landsnigil her á landi. Grái snigil sæst í bønum og urtagørðum. Tá ið summarið er vátligt, eru heilt nógvir, og teir gera nógv um seg serliga í urtagørðum, tí teir eta planturnar, serliga jarðber. Grái snigil verður 30-40 mm langur. Flogfar. 8239;600 km uttan at seta seg. Við kunnu vera 412 fólk, sum sita í tveimum hæddum. Flogfar er heitið á øllum flúgvarum, sum eru tyngri enn luftin - tyrlur, sveimflogfør, drekaflogfør og flogfør við føstum veingjum og motori. Flest øll stór ferðamannaflogfør og stríðsflogfør hava jetmotorar, sum gera, at tey kunnu flúgva skjótt og høgt. Tey smáu flogførini hava oftast skrúvur. Tey eru stuttleikaflogfør ella einstaklingsflogfør. Tað eru ikki 100 ár síðan, at tey skjótastu skipini sigldu í meira enn 1 viku tvørtur um Atlantshav. Nú flúgva tey skjótastu ferðamannaflogførini teir 4 800 km í minni enn sjey tímar. Teir stóru motorarnir í stríðsflogførum gera, at tey kunnu flúgva meira enn 3 200 km/h, ella tríggjar ferðir skjótari enn ljóðið. Listi yvir heimins lond eftir BTÚ fyri hvørt fólk. Ríkastu lond í heiminum eftir BTÚ fyri hvørt fólk. BTÚ upp á fólkið verður ofta nýtt til at samanbera búskaparligu menningina millum lond. Mesta ríkidømið í heiminum er í Norðuramerika, Japan, Avstralia, Sameindu Emirríkjunum og í pørtum í Vesturevropa. USA er heimsins ríkasta land. Ovurstórur munur er á ríkastu og fátækastu londunum í heiminum. Miðalinntøkan hjá hvørjum fólki í t.d. Simbabvi er sekshundrað ferðir minni enn miðalinntøkan hjá hvørjum fólki í USA. Fátækastu eru lond í Afrika og Landsynningsásia. Willi (kópur). Willi (kópur) í Hörnum, mai 2007 Willi er ein týskur kópur (frøðiheiti - "Halichoerus grypus") og búgvi í havnarbýur Hörnumi í Sylti í Schleswig-Holsteini í Norðurtýsklandi. Nordic Nutrition Recommendations 2004. Nordic Nutrition Recommendations 2004 eru leiðreglur fyri, hvussu kosturin skal vera samansettur fyri, at skapa grundarlag fyri góða heilsu. Beriberi. Beriberi er ein sjúka í nervalagnum orsakað av trot á thiamin. Skyrbjóg. Skyrbjóg er ein sjúka orsakað av trot á vitamin C. Andrea í Norðradali. Andrea Reinert (1894 - 1941), men vanliga rópt Andrea í Norðradali, var seymikona og yrkjari. Hon fór til Keypmannahavnar eina ferð í 1920'árunum, har hon lærdi til sjúkrarøktarfrøðing. Andrea í Norðradali seymaði fyri handilshúsið Crome & Goldschmidt og hevði seinni fína seymistovu sjálv. Í útisetablaðnum Búgvanum eru fleiri greinir eftir hana. Meðan hon livdi, vórðu tríggjar yrkingar prentaðar í Varðanum, og ein av teimum sigur frá sterkum upplivingarhugi og lívstrá. Hon var ung tá hon fekk tuberklar, sum hon at enda doyði av. Eftir deyða hennara vórðu tvær yrkingar prentaðar í Búgvanum, eins og søgan "Dreymurin" eisini varð prentað posthumt í Søgubókini (ritstjóri var Sigrið av Skarði). Mitt í 1930-árunum skrivar hon eina skaldsøgu, ið tó ongantíð varð liðug. Q10. Q10 er eitt hjálparevni ella koenzym, sum hevur ein avgerandi leiklut fyri orkuframleiðsluna í kroppinum. Í kroppinum umgera kyknur orkuna frá matinum vit eta, soleiðis at kroppurin annaðhvørt kann varðveita ella brúka hana. Hetta kallast forbrenning. Við hjálp frá ensymum kunnu kyknurnar varðveita orkuna í molekylum, kallaði ATP. Kyknurnar innihalda nøkur sonevnd mitrokondriur, har ensymir og hjálparevnir tryggja orkuframleiðsluna. Eitt av hesum hjálparevnunum er Q10. Ofta verður hoyrt, at Q10 kann fyribyrgja sjúkum, betra um konditiónina og geva betri ítróttaravrik. Hetta er tó ikki prógvað. Metal. Metal er eitt felgsheiti fyri metallisku frumevnini og sambræðingar av hesum. Millum mest nýttu metallini kunnu nevnast jarn, kopar, sink, aluminium, tin og blýggj. Millum mest nýttu sambræðingar kunnu nevnast stál, messing og bronsa. Virðismiklastu metallini kallast góðmetal, t.d. platin, silvur og gull. Eginleikar. Metal hava tríggjar felags eginleikar. Tey leiða streym, eru góðir hitaleiðari og hava metalglans. Hesir eginleikar hava metallini grundað á, hvussu atomini í metallunum eru bundin saman. Hendan samanbinding verður kallað metalbinding. Metal hava lyndi til at avgeva elektronir, sum ger at metallið verður til eina positiva jon. Fríu elektronirnar, sum eru avgivnar, skapa eitt rundanumliggjandi elektronskýggj. Hetta skýggið heldur metaljonirnar saman i einari metalgrind. Grindin ger, at metallið glansar, meðan tær fríu elektronirnar gera streym- og hitaleiðingina gjørliga. Søga. Fyrsta metal, framleitt úr evnafrøðiligum sambræðingum, var helst kopar. Grikkarnir framleiddu kopar á tann hátt, at teir skerdu kopar(II)jonir við trækoli. Hesin teknikkur hevur eisini verið brúktur til at framleiða onnur metal. Umleið ár 2000 f.Kr. var møguligt at framleiða kopar (Cu), antimon (Sb), tin (Sn) og blýggj (Pb). Tá tað varð uppdagað, at kopar og tin saman skapa eina harða metalblanding, nevniliga bronsu, fekk bronsan ein sera týdningarmiklan leiklut. Herðan í bronsuni gjørdi hana væl egnaða til amboð og vápn í tíðini, sum vit í dag kalla bronsuøldin. Fyri at kunna framleiða jarn, skal hitin vera nógv hægri, enn tá framleitt verður kopar. Funnir lutir benda á, at fólk í miðjararhavslondunum, umleið 1500 f.Kr., hava framleitt jarn. Teknikkurin hevur síðani spreitt seg spakuliga upp ígjøgnum Europa. Elstu størri ovnar til jarnframleiðslu eru funnir umleið 1200 f.Kr. í Týsklandi. Sýra. Ein sýra er eitt mýl ella ein jon, sum kann avgeva eina hydron (H+). Innan fyri sýru/lút-evnafrøði samsvara bæði protonir og hydrogenjonir við H+. Ein sýra hevur eitt pH virði sum er minni enn 7. Korresponderandi sýru/lútupar. Konstanturin KS kallast styrkiskonstanturin fyri sýruna. Tá KS hevur eitt høgt virði, hevur teljarin á brøkinum eisini eitt høgt virði, sum merkir at sýran fegin vil afgeva sína proton. Tá KS hevur eitt lágt virði, hevur nevnarin á brøkinum eitt høgt virði, sum merkir at sýran ikki vil afgeva sína proton. Sterkar sýrur hava tískil høgt KS-virði, og veikar sýrur hava lágt KS-virði. Umframt styrkiskonstanin hjá sýrum, verður eisini tosa um ein styrkiseksponent. Styrkiseksponenturin hjá sýrum, pKS, verður defineraður sum minus logaritmuna til styrkiskonstantin hjá sýruni. Ein sterk sýra hevur eitt lágt pKS-virði, og ein veik sýra hevur eitt høgt pKS-virði. Styrkiskonstanurin og styrkisekponenturin fyri lútum definera vit KB og pKB. Atopiskt eksem. Atopiskt eksem (eisini nevnt barnaeksem, atopisk dermatitis og prurigo besnier) er ein ikki smittandi sjúka, sum hevur við sær sviða, turra húð og útslett (eksem), sum kann koma og fara. Tá tað eru smábørn ið fáa eksem, verður tað nevnt barnaeksem, men vaksin kunnu eisini fáa atopiskt eksem. Børn við barnaeksem mangla tey natúrligu fitievnini í húðini, sum knýta húðkyknurnar saman. Av hesari orsøk dampar fukturin lættliga frá húðini, sum tí verður turr og rúðrut. Orsøkir til atopiskt eksem. Orsøkin til atopiskt eksem er ókend, men man hevur illgruna um ymiskar faktorar ið kunnu spæla ein týðandi leiklut. Bæði arvur og umhvørvi eru møguligir faktorar, ið kunnu vera orsøk til at summi børn og vaksin fáa barnaeksem/atopiskt dermatitis. Flestu børn við barnaeksem hava foreldur ella systkin við hoyfepur, astma ella barnaeksem. Tó hava kanningar víst, at børn ið eru vaksin upp í heimi sum hevur havt hund, hava minni vanda fyri at fáa atopiskt eksem. Arvur. Um ein av foreldrunum hevur ella hevur havt astma, hoyfepur ella barnaeksem, er vandin fyri at barnið fær barnaeksem 26 %. Um bæði foreldrini hava ella hava havt astma, hoyfepur ella barnaeksem, er vandin fyri at barnið fær barnaeksem 40 %. Umhvørvi. Uml. 20 % av børnum, fødd í Danmark, fáa barnaeksem. Í 1960 var talið 3 %. So statt er mongdin av tilburðum í stórum vøkstri. Av tí at tær arvaligu orsøkirnar ikki eru munandi broyttar síðstu árini, halda granskarir, at umhvørvið má vera ein týðandi orsøk til mongu tilburðarnar. Enn vita granskarar tó ikki hvat tað er, sum er orsøk til barnaeksem, men síggja at vøksturin av tilburðum er størstur í londum við vesturlendskum lívstíli. Jerry Springer. Gerald Norman "Jerry" Springer (fødd 13. februar 1944 í London, Bretland) er ein amerikanskur prátsendingarvertur og politikari fyri Demokratiski flokkin. Í dag er hann í fast starv sum programleiðari fyri The Jerry Springer Show á NBC. Hann er bachelor í stjórnmálafrøði. Springer bleiv føddur í London, men vaks upp í Queens í New York. Hann er giftur við Micki Velton (síðan 1973). Nowy Dwór Królewski. Slott í Nowy Dwór Królewski Nowy Dwór Królewski (á týskum: "Königlich Neudorf") er ein bygd í Póllandi, sum liggur í fyrisitingarligu regiónini Gmina Papowo Biskupie, sum liggur í landslutinum Chełmno. Nowy Dwór Królewski hevur 190 íbúgvar (1996). Bygdin verður fyrstu ferð nevnd í søguligum skjølum í 1398. Tað árið varð tað skrivað, at Nowy Dwór Królewski hevði 32 hestar, 20 neyt, 215 seyðir og 90 svín. Bygdin hevur verið nevnd á týskum í skjølum og søgum sum Nuwenhof, Nuwenhuf, Nuwemhoff og Koenigliche Neuhof. Í 1505 átti Biskupurin Chełmno bygdina. Afrikas Renaissance. Afrikas Renaissance varð avdúka á 50 ára degnum síðan Senegal í Afrika fekk sjálvstýrið - 4. apríl í 2010. Standmyndin vísir ein vælbygdan mann, eina kvinnu og eitt barn, ið skoða út yvir Atlantshavið. Hon skal vera eitt tekin um framgongd og samanhald, sigur forsetin í Senegal, Abdoulaye Wade. Standmyndin, ið hevur fingið navnið "Afrikas Renaissance", hevur kosta 113 milliónir krónur at byggja og er størri enn Frælsisgudinnan í New York City. Sambært kritikarum vísir standmyndin onki annað enn persónlig mál og stórheits øði hjá forsetanum. Brian Welch. Brian Phillip "Head" Welch (f. 19. juni 1970, Kalifornia) vaks upp í Bakersfield, Kalifornia. Hann var bert 11 ára gamal, tá hann tók gittar í hond og fann sítt kall. Eftir High School var Head við at stovna nu-metal bólkin Korn. Bólkurin fekk skjótt suksess. Teir vunnu Grammy heiðirslønir og seldu fløgur í hópatal (multi-Platinum). Meðan Head var ein partur av Korn, fekk hann 6 Grammy nomineringar, vann tvær, og seldi uml. 40 milliónir fløgur runt um heimin. Tíðliga í 2005 skakaði Head tónleikaheimin, tá hann almannakunngjørdi, at hann ætlaði at gevast í Korn. Head valdi at taka seg úr villa Korn lívinum, so hann kundi halda fram at taka sær av dóttrini. Eisini gav Head sítt lív til Kristus við tí fyri eyga at nema við lívi hjá menniskjum, og at geva til tey, sum høvdu tørv á hjálp. Bert mánaðar eftir at Head var givin í Korn, fór hann til India og opnaði sítt fyrsta "Head home". Eitt barnaheim, sum tryggjar heim, mat og útbúgving til umleið 200 foreldraleys. Head gjørdi eisini ymiskt vælgerandi arbeið í Amerika. Head legði stóran dent á, at hóast hann var givin í Korn, hevði hann ikki tikið seg úr tónleika- og undirhaldsvinnuni. Gjøgnum tónleik og aðrar undirhaldsmiðlar, vildi Head broyta ungdómin. Við hesum í huga skrivaði Head sína lívssøgu, "Save Me From Myself", sum HarperCollins gav út í juli í 2007. Bókin gjørdist skjótt ein best sellerari, og forlagið var so væl nøgd, at tey heldur enn fegin vildu, at Head skuldi skriva eina bók afturat. Hendan bókin, "Washed by Blood", var útgivin 24. juni 2008. Washed by Blood er ein endurútgáva av fyrru bókini, sum hóskar betur til ein yngri lesaraskara. Head er júst liðugur við sína triðju bók. Bókin verður útgivin í 2010. Í 2008 gav Head sína fyrstu solofløgu út. Hon kallast "Save Me From Myself". Head hevur sjálvur skrivað orð og løg, og eisini spælir Head lead gittar og syngur. Head fekk hjálp frá fleiri viðurkendum tónleikarum so sum Josh Freese (trummur - A Perfect Circle, Nine Inch Nails) og Tony Levin (bass - Peter Gabriel). Fyrstu mánaðarnar av 2008 legði Head siðstu hond á fløguna. Fløgan var givin út av Ryko Distributin (Warner Music Group); Word Enternainment (Christian market) og Warner Music International (ADA Global Canada). Save Me From Myself kom inn sum nummar 13 á Billboards Hard Rock listan. Útgávan verður søgd at vera ein "heavy metal epic, with a positive message." Fløgan hevur fingið sera góð ummælir av viðurkendum tónleikafólkum. http://bits.wikimedia.org/skins-1.5/common/images/button_image.png 9. septembur fór Head á eina 30 daga turné, har hann spældi á teimum traditiónellu spælistøðunum, men eisini á kristna tónleikapallinum. Umvendingin og andaligheitin hjá Head er blivin sera væl móttikin. Sjálvt av konservativum kristnum organisatiónum so sum CBN (Pat Robertson - The 700 Club), sum síggja at Head hevur møguleika at røkka marknaðum, sum aðrar traditionellar kristinar organisatiónir ikki hava møguleika at røkka. Head hevur fingið nógvan stuðul frá kristnum fjepparum. Eisini hevur Head verið at sæð í sjónvarpsrøðini L.A. Ink og VH1s "Top 100 Rock Songs". Á vári 2009 kungjørdi Head, at hann hevði valt tónleikarar til orkestrið - Michael Valentine (bass); Scott Von Heldt (gittar); Ralph Patlan (gittar); Brian Ruedy (tangentar, programmering) og Dan Johnson (trummur). Teir spældu nakaðí 2009, og eru nú til reiðar turnera fulla tíð í 2010. Head og bólkurin hava verið í Nashville í Tennessee, og tikið upp næstu fløguna saman við grammy nomineraða framleigaranum Rob Graves (RED, PILLAR). Fløgan verður útgivin í 2010. Samuel Jacob Sesanus Olsen. Samuel Jacob Sesanus Olsen, róptur Jacob Olsen (1. oktober 1904 í Sandavági - 13. oktober 1994) var skúlalærari, rithøvundur og týðari. Foreldur hansara vóru Joen Peter Pauli Olsen, fiskimaður, úr Sandavági og Lisbeth Olsen, fødd Magnussen, úr Leynum. Áðrenn Jákup fór á Læraraskúlan, var hann í fimm fjórðingár krambasveinur í Sandavági, og eitt ár var hann til skips. Í 1923 fór hann á Læraraskúlan í Tórshavn og tók prógv haðani í 1926. 1. septembur 1926 varð hann settur sum lærari við Tvøroyrar skúla. 1. febr. 1961 gjørdist hann varaskúlastjóri við sama skúla og var í hesum starvi, til hann 67 ára gamal legði frá sær 31. oktobur 1971. 1928-1931 var hann saman við Sámal Johansen blaðstjóri á Barnablaðnum. Úr hesum blað er tilfarið tikið til bókina "Nú Breddar", sum Føroya Lærarafelag gav út, tá ið Jacob Olsen fylti 60 ár. 1932-33 var hann á Statens Lærerhøjskole og lærdi dýra- og plantulæru eins og enskt og roknimátar. Aftaná læs hann fjarlestur í enskum í 4 ár. 1957-58 tók hann ársskeið á Danmarks Lærerhøjskole í enskum, landalæru og skúlabókasavnsarbeiði. Hann hevur sitið sum limur í og formaður av Froðbiar sóknar heilsunevnd og eitt skifti limur í líkningarnevndini, eins og hann hevur verið urguleikari við Tvøroyrar kirkju á Tvøroyri í nærum 25 ár. Í nøkur ár var hann settur próvdómari í skrivligum føroyskum hjá realflokki, 9. og 10. flokki. Ofta hevur ein og annar, ið følir seg ótryggan í tí skrivaða málinum, søkt og fingið vegleiðing frá honum. Úr norskum hevur hann føroyskað bókina Kubbin. Jacob Olsen giftist 1. okt. 1933 við Olgu Mariu f. Hansen, dóttir Sigvald og Hansinu Hansen av Tvøroyri. Pápin er ættaður úr Stokke í Noregi. Olga Olsen er fødd 16. oktober 1903 á Tvøroyri. Støð í Harry Potter. Man hoyrir fyri fyrstu fer um Grimmauld nr. 12 í fimtu Harry Potter bók (Harry Potter og Føniksfylgingin). Eigari av Grimmauld nr. 12 eru Black familjan, sum hava reint-blóð; og tað er eitt tað mest týdningarmesta hjá teimum. Í húsinum búðu mamma Sirius (Sirius, sum er gubbi Harry), Walburga Black og beiggi Sirius, Regulug A. Black (R.A.B., sum hevur tiki horcrux'in hjá Voldemort í Harry Potter og Hávlblóðsprinsurin - medaljongin.), Sirius Black og húsálvurin Kreaher. Grimmauld nr. 12, er ósjónligt. Tá ið húsi liggur mitt í býnum London og Føniksfylgingin brúkar hetta hús fyri at møtast, má húsi vera ósjónligt. Onkuntíð hava mugglara-grannarnir mistonkt hetta við, at húsnummrini eita 11 og so 13, tí tey ikki síggja húsini nr. 12. Øll Black-fólkini eru deyð eftir tíðini. Regulus Black var deyðsátari hjá Voldemort, men vildi heldur vera ímóti, og doyði við at finna medaljong-horcrux'in, Sirius Black, sum er gubbi Harry Potter, doyði tá ið deyðsátarnir og føniksfylgingin bardust ímóti á Deildini fyri tað Dulda, á Gandamálaráði. Sirius var góður við Harry, og Harry arvaði so Grimmauld nr. 12, og við húsinum fylgdi húsálvurin Kreacher við, sum hatar ikki-reint-blóð fólk; betri kent sum mórublóð. Harry Potter og eldbikarið. Harry Potter og eldbikarið er ein bók hjá J.K. Rowling. Søgugongd. Harry Potter (Daniel Radcliffe) byrjar uppá 4. ári á Hogwarts skúla og Harry er 14 ár. Hetta verður eitt serligt ár, tí at trígandakappingin skal vera. Tað koma næmingar úr Beautox og Durmstrang skúla. Tá ið næmingarnir vera valdir til trígandakappingina (sum bara 3 kunnu vera vald, frá 17 ár og upp), kemur ein fjóri seðil framm. Hetta er sera merkiligt. Tann fjórði persónurin er Harry Potter! Hann verður hataður av øllum í skúlanum, tí at hann ikki er gamal nokk til at vera við í kappingini - sjálvt besti vinurin Ron er súrur inná Harry, fyri ikki at fáa vita áðrenn at hann meldaði seg til kappingina. Men Harry veit ikki hvat hetta er, hann hevur ikki melda seg til kappingina - men har er ongin vegur út aftur, hann skal og má kappast. Tær tvær fyrstu kappinginar ganga fínt, men so kemur tann triðja og síðsta. Tey skulu ganga gjøgnum eina gigantiska laborint. Harry sær so vinningarsteypi framman fyri sær, men har kemur eisini Cedric Diggory (Robert Pattinson, sum eisini spælir í Skýming) - teir báðir renna yvir og taka ísenn í steypi. Knappliga koma teir framm til ein kirkjugarð - men teir eiga orduligt at koma framm til Hogwarts skúla. Men hetta er sera mystiskt. So veit Harry hvør hattar er sum stendur fyri framman, Lord Voldemort! Voldemort drepur Cedric, men Harry sleppur við lívinum. Hann sigur so øllum frá hesum. Men ongin trýr honum - jú sjálvandi Dumbledore, Ron og Hermione. Men Gandamálaráðharrin vil ikki trúgva hesum. Skýming. Skýming (upprunaheiti "Twilight") er ein bók hjá Stephenie Meyer (f. 24. desember 1973 í Hartford, Connecticut).Bókin kom út á føroyskum í 2009. Leyvoy Joensen týddi. Søgugongd. Bella Swan er flutt aftur til pápan til kalda váta Forks, Washington frá Phoenix í Arizona. Hon byrjar á skúlanum, og har møtir hon gátufulla Edward Cullen. Hon er stokk-forelskað í honum og umvent. Hon finnur útav, at Edward er vampýrur. Men hann og Cullen familjan drekka bara djóra blóð. Tey eru saman við restina av Cullen-familjuni og spæla baseball ein dagin. Men so koma teir óndu vampýrarnir og lukta, at eitt menniskja er ímillum teirra. Tann óstýriligi James klárar ikki at halda sær frá blóðluktinum hjá Bellu og byrjar at jagstra hana. Men tey sleppa undan, og tey mugu beinavegin flýggja úr landinum. Bella Swan spælist av Kristen Stewart í Twilight. Edward Cullen spælist av Robert Pattinson í Twilight. Robert Pattinson hevur eisini havt leiklut í Harry Potter og Eldbikarið. Verkamannafylkingin. Verkamannafylkingin (VMF) var ein vinstrasinnaður politiskur flokkur í Føroyum. Hann var stovnaður av misnøgdum javnaðarveljarum úr fakfelagsrørsluni. Verkamannafylkingin var umboðað á løgtingi frá 1994 til 1998. Ingeborg Vinther frá Verkamannafylkingini var fyrsta kvinnuliga løgtingsumboð valt í Suðuroy. Søga. Verkamannafylkingin fekk meiri enn 2 400 atkvøður í 1994, og tað rakk til at fáa 3 umboð á Ting. Verkamannafylkingin gjørdist soleiðis 5. størsti flokkur og fór fram um Sjálvstýrisflokkin. Verkamannafylkingin fór í samgongu við Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin við Edmundi Joensen (B) sum løgmanni. Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, gjørdist landsstýrismaður fyri Verkamannafylkingina í ídnaðar- og arbeiðsmarknaðarmálum. Axel H. Nolsøe tók við sessinum eftir Óla frá desember 1995. Tá landsstýrið í juni 1996 varð umskipað, helt Edmund fram sum Løgmaður, og Axel H. Nolsøe gjørdist landsstýrismaður fyri Verkamannafylkingina í arbeiðsmarknaðar, almanna- og heilsumálum. Í oktober 1996 loysti Kristian Magnussen Axel av, og í mars 1998 loysti Óli Jacobsen aftur Kristian Magnussen av til nýggj samgonga varð skipað í mei eftir valið 30. apríl 1998. Løgtingslimir. Árini 1994 til 1998. Rissi Palmer. Rissi Palmer (f. 19. august 1981 í Pittsburgh, Pennsylvania) er amerikanskur countrysangari og tónleikari. Palmer hevur verið virkin í amerikanska tónleikalívinum síðan hon var heilt ung. Hennara fyrsta fløga saman við plátufelagnum 1720 Entertainment nevnist "Rissi Palmer" og kom út í 2007. Eitt tað kendasta lagið er ivaleyst "Country Girl". Hon er fødd 19. august 1981 og býr nú í Eureka í St. Louis, Missouri. Hon vaks upp í Sewickley í Pittsburgh, Pennsylvania. Jógvan Hansen. Jógvan Hansen (føddur 28. desember 1978 í Klaksvík) er føroyskur sangari og guitarleikari, sum býr í Íslandi. Jógvan er útbúgvin hárskeri. Vann X-factor í Íslandi. Í 2007 luttók Jógvan í fyrstu X-Factor sendingini hjá íslendingum. Jógvan vann kappingina við 70 % av atkvøðunum. Söngvakeppni Sjónvarpsins (Eurovision). Jógvan hevur fleiri ferðir luttikið í íslendsku tónleikakappingini Söngvakeppni Sjónvarpsins, sum er innleiðandi kappingin til evropeisku tónleikakappingina Eurovision, vinnarin av Söngvakeppni Sjónvarpsins sleppur at umboða Ísland í Evrovision. Í 2009 luttók Jóvan við sanginum "I Think The World of You", sangurin kom í finaluna og endaði á einum fjórðaplássi. Í 2010 luttók Jógvan við sanginum "One More Day". Sangurin gjørdist nummar tvey. Nummar eitt slapp víðari til Eurovision Song Contest í Noregi. Í 2011 luttók hann aftur í íslendsku tónleikakappingini Söngvakeppni Sjónvarpsins, hesaferð við sanginum "Ég lofa". Hann kom í finaluna, men vann ikki kappingina. Í januar 2013 luttekur Jógvan fyri fjóru ferð í Söngvakeppni Sjónvarpsins í Íslandi. Hesaferð fer hann at syngja duet saman við 20-ára gomlu Stefanía Svavarsdóttir, tey fara at syngja sangin "Til þín". Jógvan og Stefanía sungu seg í finaluna leygarkvøldið 26. januar 2013. Finalan verður 2. februar 2013 í Hörpuni í Reykjavík. Tónleikabólkar. Jógvan var forsangari í føroyska tónleikabólkinum Aria í 1990'unum. Bólkurin gav út fløgu í 1998 við heitinum "After These Messages". Í 2001 var Jógvan limur í tónleikabólkinum Kular Røtur, sum gav út tríggjar fløgur og tveir videofilmar. Eugène Terre'Blanche. Eugène Ney Terre'Blanche (f. 31. januar 1941 í Ventersdorp - 3. apríl 2010) var leiðari av víðgongda felagsskapinum Afrikaner Weerstands Beweging (Afrikaner Resistance Movement), vanliga kendur sum AWB, ið varð stovnaður sum ein politiskur flokkur tann 7. juli í 1973. Felagsskapurin arbeiðir millum annað fyri einum hvítum stýri í Suðurafrika, og var stuðul hjá hvíta stýrinum, ið sat øll árini undir apartheid í Suðurafrika. Limirnir í AWB savnast saman um eitt hagekross (eitt slag av flaggi, ið minnir nógv um flaggið, Adolf Hitler og menn hansara nýttu). Í 1994 royndi felagsskapurin at steðga fyrsta demokratiska valinum í Suðurafrika við at fremja fleiri bumbuálop. Felagsskapurin sigur seg í dag hava 70.000 limir. Leygardagin 3. apríl varð Terre'Blanche funnin myrdur í heimi sínum í Ventersdorp í norðara partinum av Suðurafrika. Michael Steele. Michael Stephen Steele (føddur 19. oktober 1958, Maryland) er fyrrverandi formaður fyri Republikanska flokkin í USA. Selen. Selen er frumevnið nummar 34 í skeiðbundnu skipanini. Selen fæst eisini sum kostískoyti og er ein týdningarmikil antioksidantur, ið verjir kyknirnar ímóti umhvørvisdálking og leysum negativum radikalum. Leys radikal verða frígivin av luftdálking, ultraviolettum ljósi og tubaksroyki. Nógvar kanningar benda á, at hesi fríu radikalini í longdini kunnu vera krabbameinselvandi. Selen hevur alstóran týdning fyri fleiri sálarligar- og kropsligar virkningar. Selen stimbrar immunverjuna og er partur av fleri enzymprocessum. Í Norðanlondum er sera lítið av selen í jørðini í mun til aðrastaðni í heiminum. Visit Faroe Islands. Almenna ferðaráðið hevur í seinastuni verið undir støðugum umleggingum, og er á fíggjarlógini sera lágt raðfest. Fyrst var tað Ferðaráðið, síðani SamVit og nú ein deild undir Uttanríkisráðnum kallað Visit Faroe Islands. Visit Faroe Islands hevur sum er bert 8 mió. kr. at reka deildina við. Harav skulu gjaldast lønir, stuðul til kunningarstovurnar o.a. Eftir eru bert 1,8 mió.kr. til marknaðarføring. Av hesum 1,8 mió. kr. skulu eisini faldarar og annað gerast. Visit Faroe Islands hevur eisini sum uppgávu at vegleiða og kunna vinnuna um marknaðarføring. Á fíggjarlógini fyri 2010 fekk ferðadeildin lovað 9 mió. kr. afturat til marknaðarføring av Føroyum. Hetta talið bleiv so minkað niður í 4 mió. kr. vegna sparingar. Hesin óstabilitetur seinkar arbeiðinum hjá stovninum, og lítla peningaupphæddin røkkur sera stutt í altjóða høpi. Lech Kaczyński. Lech Aleksander Kaczyński (f. 18. juni 1949 – 10. apríl 2010) var ein umstrýddur persónur í polskum politikki. Hann arbeiddi fyri høgravendum katólskum politikki, sum eitt nú snúði seg um, at vera ímóti at umbyggja frælsa marknaðin ov skjótt aftaná og undir kreppuni, eins og hann vildi varðveita vælferarskipanina í Póllandi. Polski forsetin, Lech Kaczynski, kona hansara og fleiri leiðandi politikarar í stjórn hansara, doyðu um sjey tíðina 10. apríl í eini flogvanlukku. 87 fólk vóru umborð á flogfarinum, sum rendi inn í toppin á nøkrum trøum, datt niður og brotnaði. Umframt forsetan, vóru eitt nú pólski herovastin, miðbankastjórin, varauttanríkisráðharrin, fleiri tinglimir og leiðandi søgufrøðingar við í flogfarinum. Forsetin og fylgi hansara vóru ávegis til Russland, fyri at minnast hópmorðið, ið sovjettiski herurin framdi uttanfyri pólska býin Katyn. Russsiskir myndugleikar vilja vera við, at tað var flogskiparin, sum var orsøkin til vanlukkuna. Hann hevði fingið boð um, at lenda í Minsk, men avgjørdi kortini av fara til Smolensk. Íalt hava 132 fólk latið lív í flogvanlukkuni. Vanlukkan hendi tá flogfari skuldi seta seg á flogvøllinum í Smolensk, sum liggur í vestara partinum av Russlandi. Patsy Cline. Patsy Cline, Country Music Hall of Fame Patsy Cline (8. september 1932 – 5. mars 1963), upprunaliga Virginia Patterson Hensley, var ein amerikanskur country- og gospelsangari úr Winchester, Virginia. Patsy Cline var aktiv frá fyrst í 1950-unum til hon doyði í 1963. Sangir sum "Walkin' After Midnight", "I Fall to Pieces", "She's Got You", "Sweet Dreams" og "Crazy" hava verið stór hitt. NFL. NFL (stytting fyri National Football League) er tann amerikanska deildin innanfyri amerikanskan fótbólt. NFL er tað hægsta støði innanfyri amerikanskum fótbóltið. NFL varð stóvna í 1920 sum "American Professional Football Association". Amerikanskur fótbóltur er sera populert í øllum USA, til finaluna í NFL (Super Bowl) kunnu upp til 110 mill. amerikanarir fylgja við. Tað er næstan ein 1/3 av øllum fólkinum í USA. NFL er tann íttrottardeildin í heiminum sum hevur hægst miðal-áskoðaratal í heiminum við 67,509 áskoðarir pr. dyst. M.a frammanfyri Barclays Premier League í Onglandi. Har eru 32 lið við í NFL. Øll liðini eru deild upp í tvær konferransir AFC og NFC. Og síðani deild upp í 4 bólkar (North, East, South og West) í tær báðar konferransirnar. t.v.s at tað eru 4 lið í hvørjum av teimum 8 bólkinum. Hvørt lið spælur 16 dystur uppá eitt kappingarárð. Síðani koma 12 lið víðari til endaspælið (Play-offs) 6 úr hvørja konferransi, og minst eitt úr hvørjum bólkið. Monzón. Monzón er ein býur í Spania í landslutinum Aragon, og hevur umleið 17 115 íbúgvar (2010). Heimsatlas. Heimsatlas (lagt til rættis: Føroya Skúlabókagrunnur) er eitt alment atlas, men tað lýkur eisini tey krøv, sum fyriskrivað eru til skúlabrúks. Í 1993 kom fyrsta og higartil einasta føroyska heimsatlas, "Heimsatlas". Í 2012 gevur Skúlabókagrunnurin nýtt føroyskt heimsatlas út. Í hesum sambandi hevur nógv verið kjakast um, hvussu nøvn á londum og høvuðsstøðum skulu verða stavað. Í heimsatlasinum, ið kom út í 1993, eru nógv lond og høvuðsstaðir stavað eftir føroyskum málreglum. Um tað eigur at verða hildið fast við hetta ella um lond og høvuðsstaðir skulu verða stavað, soleiðis sum tey verða stavað í uppruna landinum, er stór ósemja um. Føroyar eru ein týðandi táttur í atlasinum. Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. Um Evropa verður farið til hinar heimspartarnar og heilt út í sólskipan okkara. Aftast eru navnaskráir, onnur fyri Føroyar og hin fyri umheimin, og síðan er yvirlit yvir heimsins fløgg. Landanøvn eru føroyskað, men bara heilt fá býarnøvn. Týtt hevur Svenning Tausen. Gunnar Nielsen. Gunnar Nielsen (føddur 7. oktober 1986) er føroyskur fótbóltsleikari, ið síðan 2016 hevur spælt við íslendska felagnum FH. Gunnar gjørdist serliga kendur, tá hann sum fyrsti føroyingur nakrantíð, spældi við bestu ensku fótbóltsdeildini, tað var við Manchester City í ensku Premier League í 2010. Gunnar spælir eisini sum landsliðsmálmaður fyri Føroyar. Lívsleiðin í fótbólti. Gunnar Nielsen spældi mest við HB í barna og ungdómsárum. Í 2005-07 spældi hann við danska liðnum Frem og í 2007 gekk leiðin til Onglands, har hann fyrst hevði kontrakt við Blackburn Rovers í 2007-09, tó varð hann útleigaður til skotska fótbóltsfelagið Motherwell í 2008. Í 2009 kom Gunnar Nielsen í hópin hjá Manchester City, tó varð hann lántur út til walisiska felagið Wrexham. Í 2010 er Gunnar Nielsen aftur partur av hópinum hjá Manchester City. Gunnar sat fleiri ferðir á bonkinum, men 24. apríl 2010 varð hann skiftur inn og gjørdist harvið fyrsti føroyingur nakrantíð, sum hevur leikt dyst í Premier League. Í apríl 2013 undirskrivaði Gunnar sáttmála við danska superliga felagið Silkeborg IF, sáttmálin var galdandi fyri 6 vikur, ið var tann tíðin ið restaði í restina av kappingarárinum 2012/13. Í 2015 leikti hann fyri íslendska felagið Stjarnan, og í 2016 spælir hann fyri íslendska felagið FH. Málmaður á føroyska A-landsliðnum. Gunnar Nielsen hevur spælt fleiri dystir fyri Føroyar á U-21 landsliðnum. Hann hevur eisini fleiri ferðir verið úttikin til A-landsliðshópin hjá Føroyum og hevur verið málmaður ella eyka málmaður á føroyska A-landsliðnum. Fyrsti dysturin, sum Gunnar Nielsen leikti á føroyska A-landsliðnum, var, tá Føroyar vunnu 2-1 móti Íslandi 22. mars 2009. Útvortis ávísingar. Nielsen, Gunnar Nielsen, Gunnar Nielsen, Gunnar Nathalia Dill. Nathalia Goyannes Dill Orrico (fødd 24. mars 1986 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Hon hevur spælt við í fleiri telenovelas og hevur eitt nú spælt høvuðsleiklutin í spælifilminum Paraísos Artificiais. Jón Krosslá Poulsen. Jón Krosslá Poulsen (føddur 17. februar 1988 í Vági) er føroyskur fótbóltsleikari sum spælir við Royn pr. apríl 2017. Hann hevur áður spælt við FC Suðuroy, VB/Sumba VB, HB og Víkingi. Jón skoraði fyrst málið hjá nýggja samanlagda suðuroyarliðnum, tað gjørdi hann í dystinum móti ÍF, sum suðuroyingarnir vunnu 2-1. Mest skorandi leikari hjá FC Suðuroy, VB/Sumba og VB. Jón Krosslá Poulsen er mest skorandi leikari yvirhøvur hjá FC Suðuroy (íroknað VB og VB/Sumba). Í mars 2010 skoraði hann sítt mál nummar 50, tað var í dystinum móti HB, sum endaði 4-4. 22. august 2010 skoraði hann sítt mál nummar 56 mál fyri felagið, og kom harvið framum Egill Steintórsson. Málið skoraði hann í dystinum móti B36 á heimavølli, sum FC Suðuroy vann 2-1. Harumframt var Jón toppskorari fyri FC Suðuroy í 2010, hann skoraði 10 mál í Vodafonedeildini og 2 mál í dystum um Løgmanssteypið. Jón var eisini millum toppskorarnir í Vodafonedeildini í 2010, við 10 málum var hann nummar 6 til 8 saman við Pól Jóhannus Justinussen og Sølvi Vatnhamar, toppskorarir gjørdist Arnbjørn T. Hansen og Christian Høgni Jacobsen við 22 málum hvør. Ungdómslandsliðsleikari. Jón Krosslá Poulsen hevur fleiri ferðir verið við í hópinum hjá føroysku unglingalandsliðunum. Í 2003 var hann eyka á U-17 landsliðnum hjá Føroyum. Hann var við til EM undankappingina í Slovakia í oktober 2003. Hann spældi ein part av dystunum móti Slovakia og Grikkalandi. Føroyar tapti báðir dystirnir.. Í 2006 var Jón Krosslá Poulsen við í U-19 landsliðshópinum hjá Føroyum, tá leikti hann 4 dystir og skoraði eitt mál fyri Føroyar. Í 2007 var hann við í U21 landsliðshópinum og spældi ein dyst móti Albania. Skoraði mál fyri Føroyar U19. 31. juli 2006 spældi Føroyar U19 dyst móti Noregi og Føroyar vann 1-0. Tað var Jón Krosslá Poulsen sum skeyt málið. Slóðir. Poulsen, Jón Krosslá Poulsen, Jón Krosslá Kaj Ennigarð. Kaj Ennigarð (føddur 6. mars 1984) er føroyskur fótbóltspælari, verjuleikari, ið leikar fyri ÍF. Hann hevur áður leikað við GÍ, KÍ og Víkingi. Í 2010 vakti tað ans, tá hann filmaði í einum dysti ímóti B68. Eitt brot úr føroysku ítróttarsendingini 3-2 liggur á YouTube og til nú (sep. 2011) hava nærum hálv millión hugt eftir filminum. Teenstreet. TeenStreet er ein lega fyri allir tannáringunum í Evropa í millum 13-18 ár og OM (Operation Mobilisation) skipar fyri hesari leguni. Legan er í eina heila viku, og er ein kristin-lega. Tað koma umleið 4.000 tannáringar á Teenstreet hvørt ár, og millum har eru 200 føroyingar. TeenStreet er í Týsklandi eina fer um ári (summari). Hvørt ár hevur TeenStreet eitt heiti - sum í 2008: Blindsight, ella 2009: iMPOSSIBLE. - "Høvuðsleiðarnir" á TeenStreet Týskland eru Debs og Josh Walker. Men TeenStreet er ikki bara í Evropa. Tað er eisini í Uruguei, Brasil, India, Suðurafrika, Maleisia og Avstralia. Heitir yvir TeenStreet (evni hvørt ár). 1993: Offenburg - You Can Change Your World 1994: Friedrichshafen - Living in an Upside Down World 1995: Wolfsburg - Another Day in Paradise 1997: Offenburg - Theatre of Life 1998: Wolfsburg - Dare To Dream 1999: Offenburg - Inside Out Revolution 2004: Oldenburg - Driving At The Speed Of Life 2005: Münster - Time Machine: Remember The Future 2006: Offenburg - Metamorphosis: The Heart of Change 2007: Oldenburg - Contagious: Infect Your Sphere Fjørukúvingur. Fjørukúvingur (frøðiheiti: "Littorina littorea") er vanligur fram við fjøruni. Útsjónd. Fjørukúvingurin kann vera 5-10 mm høgur, gulligur, reydligur ella morgráur. Kvennkúvingurin er størri og bøllutari enn kallkúvingurin. Hann rívur smátara av klettinum. Á tunguni eru smáar tenn. Tungan er hvøss og verður nevnd rívitunga. Liviøki. Fjørukúvingur situr á kletti og steinum í flóðarmálanum, har hann etur tað fína ábreiði av smátara, ið legst har. Eisini sæst hann á tara, har grunt er. Fjørukúvingur er lívseigur og tolir at sita uppi á turrum næstan ein mánað, og hann livir eisini leingi, hóast hann fær einki at eta. Hann er funnin 30-40 m uppi í bergi, har sjórok bara viðhvørt stendur Nøring. Fjørukúvingur gýtir livandi ungar. Inni í honum er ein byrða – eitt klekirúm. Kvennkúvingurin ber eggini í byrðuni. Veruliga ber kvennkúvingurin 3 støddir í byrðuni: ung egg, ungar við ørtunnari skel og stórar, búnar, reyðmorreyðar ungar, sum líkjast vaksna kúvinginum, tá Agngágga. Agngágga (frøðiheiti - "Buccinum undatum") er okkara næststørsti sjósnigil og ógvuliga vanlig í øllum sundum og firðum eins væl og útiá. Útsjónd. Agngágga liggur í ruflutari, vundnari gágguskel. Uttan um innvølin er poki, sum er vaksin eftir gágguskelini. Fullvaksin verður gágguskelin uml. 11-14 cm til hæddar. Beint oman fyri høvdið er skeljarondin vaksin út í tút. Long andingarpípa liggur út gjøgnum tútin. Muðurin er langur rani við raspitungu. Liviøki. Agngágga er vanlig á sandbotni og hellubotni, har dýpið er um 10 metrar. Agngáttan er rovdýr. Hon skríður eftir botninum eftir dýrum, sum sita still. Hon tekur heldur lívveik ella deyð dýr. Tá ið hon skal eta, toyggir hon sevilin út. Sevilin er ein partur av munninum. Inni í sevlinum liggur rívitungan, og á henni eru smáar, hvassar tenn. Agngágga rívur hol á fongin. Tá ið holið er nóg stórt, stingur hon sevilin inn og fer at ríva burtur úr dýrinum. Er vandi á ferð, dregur hon seg inn í skelina og letur aftur við kitinloki., sum hon hevur aftarlaga á bakinum. Nøring. Agngágga gýtir eggini í smá hylki, hon sjálv hevur gjørt. 1000 egg eru í hvørjum hylki. Øll hylkini eru kleimd saman í klunkar, sum eita lættisoppar. Bara 30 ungar verða klaktir í hvørjum hylki. Teir eta øll hini eggini. Síðan eta teir sterku ungarnir teir veiku. Tá ið av tornar, koma bara 10 smáar gággur úr hvørjum hylki. Lættisoppar eru vanligir at síggja í fjøruni. Kræklingur. Kræklingur (frøðiheiti - "Mytilus edulis") er vanligur fram við strondini, har hann sæst sitandi fastur á steinum í flóðarmálanum. Útsjónd. Kræklingur er myrkabláur, mjáur framman og verður tjúkkari, sum aftur kemur. Skeljarnar eru tunnar og bygdar úr trimum jaðurum. Ytsta jaðurið er morreytt og líkist horni. Tað verjir skelina. Miðjaðurið er úr smáum, fínum krystallum, ið liggja tætt saman. Innasta jaðurið eitur perlumóðir og skyggir í vøkrum litum. Í perlumóðurini eru viðhvørt perlur, men ikki virðismiklar. Perla verður til, við tað at eitt sandskorn kemur millum kroppin og skelina. Kræklingurin fær tá ilt. At sleppa undan pínuni leggur hann perlumóður uttan um sandskornið og festir tað at skelini. Liviøki. Kræklingur situr fastur í rivum og skørrum í flóðarmálanum. Hann er eisini vanligur inni á firðum á mórubotni, í áarósum, á steinum, tonglum og førum, sum liggja fyri teymi. Føði. Kræklingur livir av æti sum hann sýgur og filtrerar úr sjónum, ígjøgnum andingarleiðina, sum hann stingur út ímillum skeljarnar. Kræklingur tekur lættliga eitur og bakteriur í livrina, og tá er hann vandamikil at eta. Kræklingur verður aldur til matna. Hann er eisini gott agn. Nøring. Kræklingur gýtir um summarið. Miðalstórt kvenndýr gýtir 5-12 milliónir egg út í sjógvin. Longu 1-2 samdøgur eftir er klakt. Ungin hevur tvær skeljar, stóran sundvong at svimja við og bara eitt svart eyga. Ungarnir taka sær føði, sum er smákykt. Tá ið 3-4 vikur eru farnar, eru ungarnir nógv vaksnir og fara niður á botn. Øða. Øða (frøðiheiti - "Modiolus modiolus") er vanlig fram við strondini, allastaðni. Útsjónd. Øðuskeljarnar eru tjúkkar, langvaksnar, dimmabrúnar ella næstan svartar. Vanliga eru tær 12-14 cm langar, men kunnu gerast 20 cm langar. Torført kann vera at skilja ímillum smáar øður og kræklingar. Eitt gott eyðkenni er, at bøbburin á øðuni situr eitt sindur aftan fyri sjálvan trantin á skelini – ikki úti á sjálvum trantinum sum á kræklinginum. Kalløða kennist frá kvennøðu. Kápan og kynsgøgnini í kalløðu eru gul, men reyð í kvennøðu. Liviøki. Øða er fram við allari strondini og langt inn á firðirnar. Hon tolir ikki at liggja turr, og tí er hon ikki í sjálvari fjøruni. Hon sæst tó í klettarivum á meginfjøru. Føði. Øða livir av æti úr sjónum. Øða er besta agn, og hon er eisini góð til matna. George Alan Rekers. George Alan Rekers (f. 11. juli 1948) er ein amerikanskur sálarfrøðingur og er ein av stovnararunum av kristna felagskapinum Familiy Research Council. Hann situr í nevndini fyri National Association for Research and Therapy of Homosexuality. Eitt av kjarnuviksemi hansara er sostatt at broyta kynsliga samleikan hja samkyndum, og hevur hann eitt nú skrivað bókina "Growing Up Straight: What Families Should Know about Homosexuality". Georg Rekers er tó komin í andróður, eftir at hann er blivin avmyndaður á flogvøllinum í Miami í 2010 eftir eina 10 daga langa ferð í Evropa saman við einum ungum manni, sum hann hevði hitt á heimasíðuni Rentboy.com. Georg Rekers verjir seg við, at ungi maðurin var einans við á ferðini at hjálpa honum við viðførinum. At maðurin var ein skjøkja, visti hann ikki, fyrr enn ferðin var byrjað, sigur Georg Rekers. Esztergom. Esztergom er ein býur í Komárom-Esztergom í Ungarn, nær við Budapest, sum hevur umleið 31.000 íbúgvar. Sýria. Sýria, eisini Sýrialand, (arábiskt: سورية "sūriyya" ella سوريا "sūryā"), alment Sýriskt Arábiska Lýðveldið (arábiskt: الجمهورية العربية السورية), er eitt vestur asiatiskt land í Miðeystri ið hevur mark til Ísrael, Libanon, Jordan, Irak, Turkaland og Miðalhavið. Søga og landafrøði. Sýria er gamalt land, og høvuðsstaðurin Damaskus er av elstu býum í heiminum. Av tí at mangir týdningarmiklir handilsvegir vóru ígjøgnum Sýria, stóð landið ofta undir fremmandum valdsharrum, t.d. rómverjum, arábum, grikkum og turkum. Eftir fyrra heimsbardaga varð Sýria franskt varðland, til tað fekk fult frælsi í 1946. Síðan tá hevur Sýria mangar ferðir verið við í kríggjum ímóti Ísrael. Flestu sýrar eru muslimar og tala arábiskt. Flestir sýrar eru sunni-muslimar, ið er størsti islamski trúarflokkurin; men aðrir muslimskir trúarbólkar eru eisini, m.a. shiar, ismaliar og alavitar. Alavitar trúgva ikki bara á islam, men hava eisini tikið úr kristindóminum til sín. Til dømis halda teir bæði jól og páskir. Í gomlum døgum varð ofta søkt at alavitum; men nú eru mangir vorðnir ríkir og máttmiklir. Assad forseti er alaviti. Stívliga helvtin av landinum er oyðimørk; men har eru eisini fruktagóðir áardalar. Evfrat rennur ígjøgnum Landnyrðings-Sýria úr Turkalandi til Iraks. Sýrar hava bygt eina ovurstóra byrging um ánna til tess at veita vatn á landbúnaðarlendi og fáa ravmagnsorku. Orkuverkini við byrgingina gera 75 % av øllum ravmagni, ið Sýria nýtir. Stórt vatn — nevnt Assadvatn - er oman fyri byrgingina. Marknaðir, nevndir "souk", eru í øllum bygdum og býum í Sýria. Úr keypbúðum og vognum, ið eru sett upp í trongum gøtum, er alskyns vøra at fáa, grønmeti, teppi, prýði, flættaðar kurvar og kaffiketlar. Her er lívligt, og fólk koma úr øllum ættum at keypa og selja, hitta vinir og kenningar ogat tingast um, hvat vørur skulu kosta. Samanumtikið eru marknaðirnir annað enn bara keypsstaðir; teir eru týðandi miðdeplar í arábiskari mentan. Fjølbroytta søga Sýria sæst aftur í mongu fornminnunum úr gomlum stórmentanum. Í 3. øld e. Kr. var Palmyra blómandi karavanbýur við borgum, templum og leikhúsum; men rómverjar løgdu býin í oyði, tá ið fólkið sýtti fyri at geva seg undir rómverskt land. Palmyra er við eina grønu (oasu) í útryðjuni í Sýriaoyðimørk og er ein av best varðveittu fornaldarbýum í heiminum. Ísrael tók Golanheyggjar í seks-dagakrígnum í 1967. Teir eru týdningarmiklir hermálsliga fyri Ísrael, tí haðan er gott útsýni oman yvir Jordandal. Ísraelar fáa eisini nógv drekkivatn haðan. Heyggjarnir hava verið høvuðssmál í friðarsamráðingum ímillum Ísrael og Sýria, og skotið hevur verið upp, at Golanheyggjar skulu vera avvápnað øki, og at Ísrael skal lata Sýria teir aftur. Borgarakríggið. Borgarakríggið í Sýria byrjaði í mars í 2011 við mótmælisgongum fyri frælsi og fólkaræði við íblástri frá «Arábiska Várinum», sum var ein rørsla, ið byrjaði í Tunesia á jólum árið fyri, og sum spreiddi seg til hini londini í Miðeystri. Mótmælini vóru ikki væl móttikin hjá einaræðisharranum Bashars al-Assad, og hann setti hart ímóti hørðum. Allar upplýsingar benda á, at sýriska stjórnin hevur brúkt evnafrøðilig eiturvápn. Tað elvdi til, at fleiri uppreistrarbólkar valdu at fara í herna ímóti Assad-stýrinum. Nú stríðist stýrið hjá Bashars al-Assad og uppreistrarbólkarnir um valdið í landinum. Fremstu uppreistrarbólkarnir, ið kríggjast um valdið eru a) Islamiski Staturin (ISIL, ISIS) og aðrir islamiskir bólkar, b) Størsti andstøðubólkurin í Sýrialandi, SNC, og c) Tann kurdiski YPG-herurin og peshmerga-herurin, sum vilja hava ein kurdiskan stat í pørtum av Sýria. Stríðshugaði bólkurin ISIL hevur yvirtikið ein stóran part, av bæði Irak og Sýria. Í juni 2015 var settur ein kalifatur til landøkið. Síðan tá, hevur yvirgangsbólkurin barst við iraksku og sýrisku stjórnina, uppreistrarfólk og kurdiskar herlig. Flóttafólkakreppan. Á leið 250.000 fólk hava latið lív undir krígnum og ein millión fólk eru særd. Tað er ikki greitt, hvussu nógv av ofrunum vóru sivil. Áðrenn borgarakríggið byrjaði búðu 22 milliónir í Sýria. Nú er helvtin flýggað. Sjey milliónir eru sonevnd innanhýsis flóttafólk. Tey búgva nú aðrastaðni í Sýria. Fýra milliónir eru flýggjaði út úr Sýria. Tað er nú orsøkin til størstu flóttafólkakreppuna millum Miðeystur og Europa síðan Annan Heimsbardaga. Tey flestu flóttafólkini halda til í nærumhvørvinum - Libanon, Turkalandi og Jordan, men orsaka av vánaligum umstøðum, velja alsamt fleiri at stevna móti Europa. Mett verður, at bara í ár eru fleiri enn 500.000 flýggjaði til Europa. Sameindu Tjóðir (ST) hevur fleiri ferðir verið á friðarfundum fyri at steðga blóðugu bardøgunum, men uttan at havt hepni við sær. Ein av høvuðsorsøkunum er, at stórveldini Russland og USA ikki kunnu semjast um, hvussu støðan skal handfarast. Sambandsríki Amerika heldur, at forsetin Bashar al-Assad hevur mist allan "legitimitet" við at leypa á sítt egna fólk, millum annað við eitrandi gassi. Assad er ikki partur av framtíðini hjá Sýria, halda USA og onnur vestlig lond. Hinuvegin stuðlar Russland valdinum hjá forsetanum, tí Sýria er tættasta sambandið, sum Russland hevur í Miðeystri. Russland og Sýria hava samstarva síðan Kalda Kríggið. Libanon. Libanon (arábiskt: لُبْنَان "Lubnān"), alment: Republikkin Libanon (arábiskt: اَلْجُمْهُورِيَّة اَللُّبْنَانِيَّة "al-Jumhūrīyah al-Lubnānīyah"; franskt: "République libanaise"), er eitt Vesturasiatiskt land í Miðeystri ið hevur mark til Sýria, Ísrael, og Miðalhavið. Meginparturin av fólkinum eru arábar, ið hoyra til mangar ymiskar trúarbólkar. Libanon var einaferð mentanar-, fíggjar- og handilsmiðdepilin í Miðeystri. Ósemja ímillum muslimskar og kristnar bólkar elvdi til blóðugt borgarakríggj. Stríðið, ið byrjaði í 1975, legði næstan alt landið í oyði. Friðaravtala varð fingin í lag í 1989, og síðan er vorðið friðarligari í landinum. Borgarakríggið oyðilegði týdningarmiklu ferðavinnuna í Libanon. Nú verður roynt at fáa ferðafólk at koma aftur, bæði til baðistrendurnar og at síggja mongu søguligu staðirnar, m. a. býirnar Týros og Sidon (nú Sur og Saida). Fønikar bygdu býirnar fyri 3.000 árum síðan. Teir vórðu viðgitnir í rómverskari tíð fyri glasið og purpurlitin Áðrenn býurin var skotin í smildur í borgarakrígnum, var Beirut kendur og lívligur heimsbýur, gitin undir navninum "Eysturlendski París", hann var eisini týdningarmesti havnabýur og fíggjarmiðdepil har um leiðir. Nú liggur bæði býurin og búskapurin í býnum í skeljum; men myndugleikarnir hava sett í verk stórsligna ætlan um at byggja býin upp aftur sum fíggjardepil. Libanska fólkið er sum eitt putli spæl av átrúnaðarligum muslimskum og kristnum bólkum, ið aftur eru býttir í mangar trúarflokkar. Størsti kristni bólkurin eru maronittar, ið hava nógv felags við katólsku kirkjuna, aðrir eru griksk-ortodoksa og griksk-katólska kirkjan. Muslimarnir eru sunni- ella sjiamuslimar. Trúgv drusanna er sprottin av islam og kristindóminum, men verður nú roknað sum sjálvstøðugur átrúnaður. Um 200.000 drusar búgva í Libanon, teir flestu í fjallalendinum fyri sunnan. Teir hava mangar siðir, ið hava til endamáls at verja drusiska samfelagið. Tað er ógjørligt at gerast drusi, ert tú ikki føddur drusi. Eingin drusi kann avnokta sína drusisku trúgv og taka við aðrari trúgv, og drusar hava ikki loyvi at giftast við øðrum enn drusum. Setristræið er tjóðarmerki Libanons og stendur í libanska flagginum. Træið er umrøtt fleiri ferðir í Bíbliuni, og á teimum døgum vóru stórir setrisskógir í líðunum í Libanon. Men nú eru teir næstan høgdir niður; bara nakrar fáar friðaðar lundir eru eftir. Nøkur trø har eru eldri enn 1.500 ár. Tjóðarrætturin í Libanon er kibbe, gjørdur av lambskjøti, knústari hveiti og leyki, ið verða sligin upp sum knetti og steikt í ovni ella kókað í olju. Søtur bakstur, sum bollar fyltir við nøtum og dadlum og roðaðir í hunangi, er eisini væl dámdur matur. Borgarakríggj var í Libanon í tíðarskeiðnum 1975 - 2000. 14. februar 2005 bleiv fyrrverandi libanesiski forsetin Rafik al-Hariri dripin í einari bumbuatsókn í Beirut, 14 onnur lótu eisini lív. Støðan á markinum millum Libanon og Ísrael hevur verið spent síðani 2006, tá bardagar vóru millum ísraelska herin á Hizbollah í Libanon. Hesi árini hava umleið 1200 libanar og 160 ísraelsmenn latið lív í álopum. Ísraelski herurin fór í apríl 2012 undir at byggja ein múr á markinum millum Ísrael og Libanon. Múrurin verður nakrar kilometrar langur og er ætlaður at verja ísraelska býin Metulla ímóti álopum frá byrdumonnum í libanska býnum Kfar Kila, sum er beint hinumegin markið. Ísraelska útvarpið sigur, at múrurin verður bygdur sambært avtalu við ST og libanska stjórnarherin. Jordan. Jordan liggur eystan fyri Ísrael. Jordan (arábiskt الأردنّ "al-ʾUrdunn"), alment Hashemitiska Kongsríkið Jordan er eitt kongsríki í Miðeystri ið hevur mark til Sýria, Irak, Saudiarábia, Ísrael og Vestara Áarbakka. Eldri heiti fyri hetta økið er Trans-Jordania. Í eldri døgum (m.a. av summum krossfarum), vóru heitini Cis-Jordania ("heiman Jordaná") og Trans-Jordania ("handan Jordaná") nýtt um núverandi Ísrael/Palestina og Jordan. Málið er arábiskt, og tað búgva uml. seks mió í landinum. Meginparturin av Jordan er oyðimørk. Jordan er ytst í útnyðringspartinum á arabisku hálvoynni. Jordan hevur ógvuliga lítið strandarøki, og einasti havnabýur er Al'Aqabah innast í Akabafirði. Í eystara parti í landinum er mest oyðimørk. Flestu jordanar eru muslimar og tala arabiskt. Jordan er ikki gamalt ríki - varð stovnað í 1946; men nakrir av fyrstu býum í heiminum vórðu bygdir her. Jordan, við Hussein kongi (1935-1999) á odda, átt týðandi leiklut í friðarsamráðingunum ímillum Ísrael og PLO og arabisku grannalond Ísraels. Stórt vatntrot er í Miðeystri. Eftirlitið við Jordaná, ið er mark ímillum Jordan og Ísrael, er vorðið týðandi mál í friðarsamráðingunum ímillum tey bæði londini. Jordan, sum er rættiliga fátækt land, má fáa nógv vatn úr ánni, so at teir kunnu veita meiri vatn á búnaðarlendi og sostatt útvega sær meiri mat. Stórur fólkavøkstur er í Jordan, har tað eru næstan líka mong palestinsk flóttafólk sum jordanar. Eitt av mest átrokandi málunum hjá stjórnini er tí at útvega hús og arbeiði og at menna skúlaverkið og heilsuverkið, tí at fólkið fjølgast so ógvuliga skjótt. Tá ið Ísrael varð sett á stovn í 1948, vórðu tíggjutúsundtals palestinar noyddir at flyta úr landi sínum og gjørdust flóttafólk í Jordan og øðrum arabiskum londum. Nú, gott og væl 60 ár seinni, eru teir har enn. Bara í Jordan eru 1,8 milliónir palestinsk flóttafólk. Mangir palestinar eru føddir og vaksnir upp í flóttalegum, eitt nú tætt við høvuðsstað Jordans - Amman. Petra er kendasti fornaldarbýur í Jordan. Nabatar høgdu í 4. øld f. Kr. henda stórsligna, tigulsteinsreyða býin inn í oyðimarkarklettin. Ímillum hesar ótrúligu byggingarnar eru kongliga klettagrøvin og Khazneh (skattkamarið). Fyri at sleppa inn í býin, mást tú ríða ígjøgnum eina tronga gjógv, ið er 500 metrar long. Akabafjørður er langur fjørður norðast í Reyðahavi ímillum Saudiarabia og Sinai. Hann er 160 km langur og 27 km breiður, har hann er breiðastur. Innast í firðinum er einasti havnabýur í Jordan, Al'Aqabah; og har er einasta strandaøki, Jordan eigur. Al'Aqabah er væl umtóktur ferðamannastaður. Vestari Áarbakki. Vestari Áarbakki (,,) er arabiski parturin av fyrrverandi Palestina/Cis-Jordania (Vestur-Jordania) ið varð lutaður av ST til jødar og arábar í 1948. Síðan 6-daga kríggið í 1967 hevur Vestari Áarbakki verið hersettur av Ísrael. Vestari Áarbakki er landaøkini, sum í bíbliuni verða nevnd Judea og Samária. Í eldri døgum (m.a. av summum krossfarum) vórðu heitini, Cis-Jordania ("heiman Jordaná") og Trans-Jordania ("handan Jordaná"), nýtt um núverandi Ísrael/Palestina og Jordan. Samária. Samária, (hebraiskt: שומרון", "Shomeron"; grikst: Σαμάρεια "Samáreia"; arabiskt: سامريّون‎, "Sāmariyyūn" ella السامرة, "as-Samarah" – eisini nevnt جبال نابلس, "Jibal Nablus") er heiti á fjallalendinum norðanvert Judea ið svarar nøkurlunda til norðara partin av Vestara Áarbakka. Judea. Judea, (hebraiskt: יהודה, "Yəhudah"; grikst: Ιουδαία, "Ioudaía"; er heiti á fjallalendinum kring Jerúsalem sunnanvert Samária í gamla Ísraelslandi ארץ ישראל "Eretz Yisrael", økið er nú lutað sundur ímillum statin Ísrael og Vestara Áarbakka. Samáriabúgvar. Samáriabúgvar, eisini samaritanar, rættari lógartrúgvir/tey lógartrúgvu*, (hebraiskt: שומרונים "shomronim", arabiskt: السامريون "as-Sāmariyyūn") eru ein ethnoreligiøsur bólkur í Miðeystri. Átrúnarliga fylgja tey samárisku trúarlæruni, sum er ein ábrahamsk trúgv nær skyld við jødadóm. Trúgvin er grundað á samárisku Torahina (samárisku útgávuna av teim 5 Mósebókunum), og samáriabúgvar pástanda, at teirra trúarlæra er tann rætta frumtrúgvin hjá upprunaligu ísraelitunum áðrenn útlegdina í Bábylon, varðveitt av teimum ið vóru eftir í Ísraelslandi ארץ ישראל "Eretz Yisrael", mótsatt jødadómi, ið tey meta vera eina nærskylda, men broytta og umskrivaða trúgv, førd heimaftur við teim útlagnu jødununum. Samáriabúgvar siga seg sjálvar stava frá ættunum Efraim, Manasse og Levi úr gamla Ísrael, ið hava livað í Samária síðani ísraelitar fóru í útlegd í Babylon og upp til okkara dagar. *Samáriabúgvar hava tó ikki fingið navn sítt eftir økinum Samária, men heldur frá hebraiska heitinum שַמֶרִים, "Shamerim" "Tey ið halda (Móse-)lógina/Tey lógartrúgvu". Samárisk trúgv. Samáriabúgvar hava eins og jødar eina Mezuzah festa omanfyri úthurðina, samáriabúgvar kalla seg sjálvar "Bene Yisrael" ("Børn Ísraels"), hetta heitið verður brúkt av øllum jødiskum trúarrætningum, fyri jødiska fólkið sum heild. Hinvegin kalla samáriabúgvar seg ikki fyri "Yehudim" (judear), sum er standard hebraiska heitið fyri jødar. Jødiska Talmud sigur í Kutim-traktatini, at samáriabúgvar skulu metast sum jødar har ið teirra trúarlæra samsvarar við jødadóm, men sum ikki-jødar har ið trúarlæran brýtur frá jødadómi. Síðan 19'du øld hava jødar mett samáriabúgvar sum eina jødiska sekt og heitið 'Samáriskir jødar' hevur verið brúkt. Saddukearar. Saddukearnir (hebraiskt: "צדוקים"; "Tzedukim") var ein jødiskur bólkur ið vóru mótstøðumenn av Farisearunum (nútíðar rabbinsku jødarnir). Hesin bólkur hvarv eftir at templið (Heródesar tempul) í Jerúsalem varð lagt í oyði, í ár 70 e.Kr. Hebraiska navnið 'Tsdoki' bendir á at teir fylgdu læruni hjá Høvuðsprestinum Tsádok, í føroysku bíbliuni stavað Zádok, ið krýndi Sálomon til kong í byrjanini av fyrra tempultíðarskeiðnum. Í Ápostlasøguni fáa vit at vita, at Saddukearnir trúgu hvørki uppá uppreisn (lív eftir deyða), einglar ella anda.: "Tí at Saddukeararnir siga, at eingin uppreisn er til, og heldur ikki eingil ella andi. Men Fariseararnir halda tey bæði." Ruhollah Khomeini. Seyyed Ruhollah Musavi Khomeini (Persiskt: روح الله موسوی خمینی "Rūḥollāh Mūsavī Khomeynī") (*24. september 1902 í Khomein Iran - † 3. juni 1989), kendur sum "ayatollah Khomeini", var ein iranskur shia-muslimskur prestur og tann politiski og andaligi leiðarin av tí iransku kollveltingini, sum koyrdi tann síðsta shahin, Mohammad Reza Pahlavi, frá. Sum eftirkomari av profetinum Muhammed hevði hann rætt til at brúka heitið "Sayyid" framman fyri navn sítt; eisini er svarta turbanin tekin um tað sama. Khomeini fekk tittulin ayatollah i 1950'unum. Khomeini stýrdi Iran sum andaligur leiðari frá falli shahsins til sín deyðadag í 1989. Khomeini var ein av teim monnunum, ið hevði størst ávirkan á heimin í 20. øld. Han blev kosin til Ársins Mann av Time Magazine í 1979. Av nógvum varð hann mettur sum ein høvuðsfíggindi av Vesturheiminum, serliga USA. Eftirmaður Khomeinis er Ali Khamenei. Tann stolna kollveltingin. Iranska fólkið var sameint í stríðnum at fáa shahin (og hansara nógv hataðu loyniløgreglu) frá valdinum, og sjálvt sekulerir kommunistar stuðlaðu Khomeini, tí teir mettu hann vera einasta andstøðing, ið kundi fáa shahin frá valdinum, sum hann eisini gjørdi. Men eftir at shahurin var farin frá, 'stjól Khomeini kollveltingina' (sum iranar siga) og útskifti kongsveldið við eitt átrúnaðarligt veldi (theokrati), ið forfylgdi hesum somu fólkum, ið høvdu stuðlað honum at koma til valdið. Fatwan móti Rushdie. Í 1989 sendi Khomeini út eina fatwu, ið ákallaði avrætting av Salman Rushdie, ein indisktbornan bretskan rithøvund. Khomeini pástóð, at tað var ein átrúnaralig skylda hjá muslimum at avrætta Rushdie, tí hann hevði spottað profetin Muhammed í bókini The Satanic Verses í 1988. Hóast Rusdie seinni bað alment um umbering, so vildi Khomeini ikki taka fatwuna aftur, og stendur hon við til denna dag. Rushdie bleiv ikki myrdur, men tað bleiv japanski umsetarin av bókini, Hitoshi Igarashi, meðan tveir aðrir umsetarar yvirlivdu morðroyndir, ið vórðu framdar ímóti teimum. Religiøsir minnilutar. Støðan hjá religiøsum minnilutum í Iran hevur verið blandað undir Khomeini. Ikki-muslimskir minnilutar hava ikki havt somu rættindi sum muslimar. Konvertering (umvending) til islam verður stuðlað, meðan tað øvugta gevur deyðarevsing. Talið av ikki-muslimum er fallið nógv, síðan Khomeini kom til valdið, t.d. er talið av jødum fallið frá 80.000 til bara 30.000 eftir 20 árum. Hinvegin eru fýra av teim 270 sætunum í parlamentinum tryggjað átrúnaðarligum minnilutum eftir boðum Khomeinis. Khomeini mælti eisini til semju ímillum shia- og sunnimuslimar. Khomeini skilti ímillum zionismu sum 'sekuleran politikk við jødiskum symbolum' og jødadóm sum ‘trúnna hjá Mósesi’. Útsjónd og vanar. Khomeini var kendur fyri sína karismatisku útsjónd, sítt lítillætni og stundvísi (punktualitet). Hóast hann var ein av valdsmiklastu monnunum í síni samtíð, so livdi Khomeini eitt sera spartanskt lív. Fólk høvdu bæði ærufrykt og ræðslu fyri honum samstundis, bæði tá ið hann ferðaðist ímillum viðhaldsfólk, uttan at smílast til nakran, og tá ið hann frálærdi uttan at hyggja nakran í eyguni, nakrantíð; nakað ið økti um karismu hansara. Khomeini fylgdi islamisku reglunum um ‘reinleika’, ið metir ikki-muslimar sum ‘óreinar’ (skitnar) eins og skarn, land, blóð, vín o.s.fr., ið kravdi rituelt vask eftir fysiska kontakt við viðkomandi. Sagt verður, at hann vildi ikki drekka á matstovu, uttan hann hevði fingið fullvissu um, at tænarin var muslimur. Familja og eftirkomarar. Komeini giftist í 1929 við Khadijeh Saqafi Khomeini, hon doyði í 2009. Tey fingu sjey børn, tvey doyðu sum børn, hini fimm ið vuksu til, vóru tríggjar døtur og tveir synir. Báðir synirnir blivu prestar. Eldri sonurin Mustafa Khomeini, ið livdi í útlegd saman við faðirinum í Najaf í Irak, varð myrdur í 1977, hildið verður at iranska loyniløgreglan SAVAK beindi fyri honum. Yngri sonurin, Ahmad Khomeini, doyði av hjartaslag í 1995, 49 ára gamal. Hetta hendi ein mánað eftir, at hann hevði funnist at stýrinum hjá Ali Khaminei, og hildið verður, at hann bleiv eitraður við cyanidi eftir boðum frá høgtstandandi embætismonnum. Best kenda dóttir Khomeini er Zahra Mostafavi, ið er professari við Universitetið í Tehran. Hon luttekur eisini í politikki og er eins konservativ og faðirin; hon tekur undir við, at kvinnur skulu noyðast at ganga í turriklæði, og hon metir USA sum ein fígginda, ið Iran ikki skal samráðast við. Verk. Khomeini var ein íðin rithøvundur (200 av hansara bókaútgávum eru atkomuligar á internetinum), ið skrivaði viðmerkingar til Koranina, islamiska løgvísi, upprunan til islamiska lóg og islamiska siðvenju (tradisjón). Hann skrivaði eisini bøkur um filosofi (heimsspeki), gnosticismu, yrkingar, bókmentir, statsvísindi og politikk. Ábrahamsk trúgv. Ábrahamsk trúgv er felagsheiti ið verður nýtt um tær monoteistisku trúargreininar ið stava frá Ábrahami patriarkinum. Hesar er søguliga sæð Jødadómur, Kristindómur, Islam og Rastafari, men fleiri halda, at nýggjari trúargreinar sum Sikhisma, Nóahidisma og Bahá'i eisini áttu at komið undir hetta heitið. Seyed Ali Khamenei. Ayatollah Sayyed Ali Khamenei (persiskt: سید علی خامنه ای, aserbadjanskt "Seyyid Əli Xameneyi") (17. juli 1939) í Mashad Iran, er ein iranskur politikari og átrúnaðarligur leiðari. Hann var forseti í Iran frá 1981 til 1989 og hevur verið andaligur leiðari í Iran síðan juni 1989. Faðirin var av Azeri (aserbadjanskari) ætt. Hetta er ein av mongum etniskum minnilutabólkum í Iran. Eins og undangongumaðurin Ayatollah Khomeini ber Khamenei eina svarta turban ið vísir at hann er ein eftirkomari hjá Muhammed profeti. Málkunnleiki. Khamenei er kendur fyri sín áhuga fyri (islamiskum) bókmentum. Hann tosar flótandi persiskt og arábiskt, men er minni stinnur í aserbadjanska móðurmálinum í faðirætt; hann skilur eisini toluliga enskt. Hann hevur umsett fleiri bøkur frá arábiskum til persiskt. Atsókn. Hin 27. juni 1987 royndi bólkurin Fólksins Mujahedin í Iran at beina fyri Khamenei á einum tíðindafundi; ein bumba ið var goymd í einum bandupptakara brast, Khamenei yvirlivdi, men misti førleikan í høgra armi fyri lívið. Hendan hending hevur fingið frómar shia-muslimar at meta hann sum ein 'livandi martýr'. Rætturin til valdið. Khamenei'sa rættur til heitið 'Hægstráðandi leiðari í Iran' (enskt: Supreme Leader) hevur ikki havt undirtøku hjá øllum muslimskum leiðarum í landinum. Khamenei var ikki eingongd ein sokallaður Marja (Stór-Ayatollah) tá hann bleiv útnevndur sum Khomeini'sa eftirfylgjari. Orsøkin til at Khamenei bleiv valdur, var at Stór-Ayatollah Hossein Ali Montazeri ið ætlandi skuldi eftirfylgja Khomeini, sat í húsavarðhaldi um hetta mundið, vegna sínar atfinningar ímóti viðferðini ið Khomeini'sa mótstøðufólk fingu í iranskum fongslum, harímillum avrættingar. Støða til Vesturheimin. Eins og undangongumaðurin, er Khamenei fíggindaliga sinnaður mótvegis USA og Ísrael, og situr illa um sátt við Vesturheimin sum heild; og hann páheldur rættin hjá Iran at útvega sær kjarnorku til friðalig endamál. Hann hevur tó eisini sent út eina Fatwa ið sigur at framleiðsla, goymsla og nýtsla av kjarnorkuvápnum er forboðin sambært Islam. Khamenei hevur eisini stundum tikið frástøðu frá margháttligum úttalilsum ið núverandi forsetin Mahmoud Ahmadinejad er komin við. Vágs Kappróðrarfelag. Vágs Kappróðrarfelag varð stovnað í juli 1943 og hevur bústað í Vági. Felagið bygdi neyst yviri í Líðini í 1955. Samstarv um Suðuroyar Kappróðrarfelag. 6. september 2011 varð nýtt róðarfelag, sum nevnist Suðuroyar Kappróðrarfelag, stovnað í Suðuroynni. Talan er um eitt felag sum er fyri alla oynna. Tað eru fólk úr Vágs Kappróðrarfelag og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag sum hava tikið stig til at stovna hetta nýggja felagið. Ein av orsøkunum til at nýggja felagið bleiv stovnað er tann, at tvøráfólk og vágbingar ikki hava fingið mannað nakað 10-mannafar seinastu árini. Fyrsta árið er meiningin at samstarva um eitt 10-mannafar fyri alla oynna. Nýggja felagið hevði, longu áðrenn tað formliga varð stovnað, bílagt eitt nýtt 10-mannafar frá Sámali Hansen, bátasmiði. Nýggja 10-mannafarið, sum eitur Suðuroyingur luttakur í FM kappróðrinum 2012. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag. Firvaldur við kvinnum á veg til Ólavsøkuróðurin 2010. Í 2009 vunnu tær Føroyameistaraheitið. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag er eitt róðrarfelag úr Suðuroynni, av Tvøroyri og bygdunum rundan um Trongisvágsfjørð: Tvøroyri, Trongisvágur, Froðba og Øravík. Felagið varð stovnað 25. juli 1934. Bátar. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevur fleiri bátar. Í 2009 róu fimmannafarið Firvaldur og tíggjumannafarið Tvørábáturin. Í 2011 luttók Firvaldur í barnaróðri fyri bæði gentur og dreingir, dreingirnir vunnu bronsu í kappingini um FM. Harumframt luttók Firvaldur eisini í róðrunum hjá 5-mannaførum dreingjum, Hulda luttók í barnaróðri fyri gentur og Tvørábáturin luttók í bólkinum seksmannafør menn. Samstarv um Suðuroyar Kappróðrarfelag. 6. september 2011 varð nýtt róðarfelag, sum nevnist Suðuroyar Kappróðrarfelag, stovnað í Suðuroynni. Talan er um eitt felag sum er fyri alla oynna. Tað eru fólk úr Vágs Kappróðrarfelag og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag sum hava tikið stig til at stovna hetta nýggja felagið. Ein av orsøkunum til at nýggja felagið bleiv stovnað er tann, at tvøráfólk og vágbingar ikki hava fingið mannað nakað 10-mannafar seinastu árini. Fyrsta árið er meiningin at samstarva um eitt 10-mannafar fyri alla oynna. Nýggja felagið hevði, longu áðrenn tað formliga varð stovnað, bílagt eitt nýtt 10-mannafar frá Sámali Hansen, bátasmiði. Nýggja 10-mannafarið, sum eitur Suðuroyingur luttakur í FM kappróðrinum 2012. Sunni Islam. Sunni Islam er trúgvin hjá umleið 75-90% av øllum muslimum í heiminum. Sunniislam er heimsins næststørsta trúgv, næst eftir kristindóminum. Shia Islam. Shia Islam er trúgvin hjá uml. 10% av øllum muslimum. Shiamuslimar eru meirilutin í Iran, Aserbadjan, Bahrain og Irak. Susvim. a>, eftir at hann nakrar vikur frammanundan hevði vunnið tvey silvurheiðursmerki á EM í svimjing í Berlin. Susvim er svimjifelag í Suðuroynni, sum varð stovnað 6. september 2007. Orðið Susvim er stytting av Suðuroyar Svimjifelag. Marlon Kjærbo er formaður í Susvim. Áðrenn nýggja felagið varð stovnað, vóru tvey svimjifeløg í Suðuroynni, tey vóru Tvøroyrar Svimjifelag (stovnað 6. mars 1964) og Vágs Svimjifelag. Høvuðsvenjari hjá felagnum er Jón Bjarnason. Tey fyrstu árini, fram til Páls Høll læt upp í oktober 2015, fór venjingin fram í 25 metra svimjihyli í Vágs Svimjihøll í Vági og í 12,5 metra svimjihyli á Tvøroyri. Fyrr var neyðugt at fara av landinum fyri at venja í langhyli (50-metrar), men eftir at Páls Høll varð bygd við Føroya fyrsta langhyli á 50 metrar, er ikki longur neyðugt at fara av landinum á venjingarlegu. Páls Høll liggur á Oyrunum á syðra armi av Vágsfirði, beint eystanfyri SEV-verkið (Vágsverkið), soleiðis at avlopshitin frá verkinum, ið fyrr rann á sjógv, nú verður nýttur til at upphita svimjihylin í Páls Høll. Susvim sett 27 met í januar 2016. Sára R. Nysted (gentan á myndini) og Róland Toftum (vinstrumegin Jón Bjarnason) vunnu ávikavist 4 og 2 gullheiðursmerki á RIG 2016. Sára setti 6 nýggj met og 8 juniormet, Róland setti 2 nýggj met og 5 juniormet. Myndin her er frá 2015. a> er høvuðsvenjari hjá Susvim. Hann er eisini ein av landsliðsvenjarunum. Í jólaferiuni 2015 vandi Susvim sera hart, har summi svumu upp til 100 km um vikuna, og í januar 2016 settu tey nógv nýggj føroysk met og juniormet. Ein stevna varð hildin í Páls Høll 9. januar 2016, Susvim Stevnan 2016, og frá 22. til 24. januar 2016 luttók Susvim á Reykjavík Internation Games 2016 við sera góðum úrslitum. Tá ið RIG 2016 var liðugt, skrivaði formaðurin í Svimjisambandi Føroya, Rókur í Jákupsstovu, at tað fram til 24. januar 2016 vórðu sett 12 nýggj føroysk met og 17 føroysk juniormet, ella 29 met tilsamans, og harav átti Susvim øll uttan tvey. Rókur hugleiddi um, at hann ivaðist ikki í, at harða venjingin hevði nógv at siga, men samstundis metti hann eisini, at tað at suðuroyingar nú høvdu fingið ein langhyl at venja í dagliga hevði gjørt stóran mun, og at suðuroyingarnir nú runnu undan øllum hinum føroyingunum, ið ikki høvdu ein langhyl at venja í dagliga. Formaðurin endaði við at siga: "Norðingarnir munnu fara at klára seg væl eisini, sum vit millum annað sóu at svimjararnir úr Ægir og Reysta gjørdu, nú í Reykjavík. Men tað er gott nokk ein gloypibiti at svara aftur, tá ið tokið úr Pálshøll longu koyrir við fullari ferð, út í heim." Susvim vann flest gull heiðursmerki á FM stevnuni 2014. Susvim vann flest heiðursmerki á FM stevnuni, sum var í Havn 16. til 18. mai 2014, bæði í kappingunum millum juniorar og millum tey vaksnu. Pál Joensen hjá Susvim varð eftir kappingina kosin Ársins svimjari og var eisini tann svimjarin, ið fekk flest FINA stig til eina kapping. Susvim átti eisini bæði stjørnuskotini: Róland Toftum hjá monnum og Sára R. Nysted hjá kvinnum. Susvin harrar settu nýtt føroyskt met í 4 x 50m frí við tíðini 1:34.96, teir svumu allir undir 24 sekund: Høgni Simonsen 23.62, Dánjal Martin Hofgaard 23.94, Eyðbjørn Joensen 23.65, Róland Toftum 23.75. Heiðursmerkjabýtið á Juniormeistarastevnuni 2014. a>, sum er 12,5 metrar langur, fram til Páls Høll læt upp í oktober 2015. Pál Joensen í 2012 við HM bronsu Susvim vann flest gull heiðursmerki á FM stevnuni 2013. Susvim vann flest heiðursmerki á FM stevnuni, sum var í Havn 9. til 11. mai 2013, bæði í kappingunum millum juniorar og millum tey vaksnu. Pál Joensen hjá Susvim varð eftir kappingina kosin Ársins svimjari og fekk eisini handað steyp, tí hann var tann svimjarin, ið fekk flest FINA stig til eina kapping. Heiðursmerkjabýtið á Juniormeistarastevnuni 2013. Langhylurin í Vági í ger, myndin er tikin 30. mai 2013. SuSvim vann Reysta stevnuna 2011. Reystastevna var í Leirvík 22. januar 2011. Kappingin var fyri tey smærru børnini, sum eru fødd í 2001 og seinni. Úrslitið av kappingini gjjørdist, at SuSvim vann allar kappingarnar. Susvim vann 16 gull, 8 silvur og 4 bronsu heiðursmerki. Havnar Svimjifelag vann næstflest við 7 silvurheiðursmerkjum og 1 bronsu. Reysti vann triðflest við 1 silvur og 8 bronsu, og Fuglafjarðar Svimjifelag vann fjórflest við 2 bronsu. Susvim mest vinnandi svimjifelag til FM í 2009. Í 2009 vann Susvim 31 gull heiðursmerki av 42 møguligum. Føroyameistara stevnan var Kappingin um gull heiðursmerkir. Fríggjadag 11 FM gull til Susvim, 2 til HS og 1 til FS Leygardag 10 FM gull til Susvim, 2 til HS og 2 til FS Sunnudag 10 FM gull til Susvim, 2 til HS, 1 til FS og 1 til FLOT Sostatt vann Susvim í alt 31 gull heiðursmerki, Havnar Svimjifelag vann 6 gull heiðursmerki, Fuglafjarðar Svimjifelag vann 3 gull heiðursmerkið og FLOT vann eitt. Susvim stóri vinnari av Ægir National 2008. Susvim luttók í svimjikappingini Ægir National, sum var í Klaksvík í Desember 2008. Susvim gjørdist stóri vinnarin og vann 21 gull heiðursmerki. Pál Joensen besti svimjarin hjá Susvim og Føroyum. a> 24. august 2010, tá móttøka var í VB-húsinum, eftir at EM-silvurvinnarin kom heim. Susvim hevur fleiri svimjarir, sum eru á høgum altjóða støði. Kendastur av teimum er Pál Joensen, sum vann silvur heiðursmerki til EM á langbana í 1500 m frí. Fyrstu ferð hann gjørdi stórt avrik úti í heimi í altjóða kapping, var tá hann vann trý gull heiðursmerki á Evropameistarastevnuni fyri juniorar í Beograd í 2008. Síðan hevur hann sum nevnt eisini gjørt seg galdandi í altjóða kappingum fyri vaksin. M.a. vann hann silvur á EM á langgeil í 2010, silvur á EM á stuttgeil í 2013, tvey silvur heiðursmerki í 1500 og 800 metrum á EM í Berlin 2014 á langgeil, og bronsu á HM á stuttgeil í 2012, øll heiðursmerkini vóru vunnin í 1500 m frí. Hann hevur eisini vunnið gull á fleiri World Cup stevnum, eitt nú í Moskva í 2009. Í mai 2014 vann hann sítt FM-gullheiðursmerki nummar 100, fyrst í øllum kappingum yvirhøvur, íroknað liðkappingar, men tann seinasta kappingardagin, sum var 18. mai 2014, vann hann eisini gull heiðursmerki nummar 100 í einstaklingakappingum. Tehran. Teheran (persiskt تهران "Tehrān") er høvuðsstaður í Iran og høvuðsbýur í landspartinum av sama navni. Í 2006 búðu uml. 7,7 mió. fólk í sjálvum býnum - og uml. 12,15 mió. íroknað forstaðirnar. Messianskir jødar. Messianskir jødar eru jødar ið trúgva at Jesus er tann lovaði og upprisni Messias, og nógvir teirra trúgva eisini á Jesusar guddómligu náttúru ið kristindómurin lærir. Jesus verður oftast kallaður við hansara aramaiska navni Yeshua. Summir Messianskir jødar halda Móselóg og praktisera umskering, halda sabbat ístaðin fyri sunnudag, og eta ikki svínakjøt, skeljadjór, og annan mat ið er forboðin; aðrir gera tað ikki. Teir hava nøkur ting felags við kristindóm ein vegin, og við jødadóm hinvegin; t.d. halda teir nakrar jødiskar halgidagar ið kristin ikki halda. Aðrir jødar og flestu kristnu rokna messianskar jødar at vera kristnar heldur enn jødar. Nútíðar messiansk-jødiska rørslan bleiv til í USA í 1960'unum, haðani hon breiddi seg til Ísraels. Roknað verður við at tað eru millum 6.000 og 15.000 messianskir jødar í Ísrael og uml. 250.000 í USA. Mahmoud Ahmadinejad. Mahmoud Ahmadinejad (persiskt: محمود احمدینژاد "Mahmūd Ahmadinezhād"), * 28. oktober 1956, er 6. forsetin í Iran. Hann gjørdist forseti tann 3. august, 2005. Eftirnavnið stavast eisini Ahmadinezhad. Ahmadinejad var borgmeistari í Teheran í Iran), frá 3. mai 2003 til 28. juni 2005. Áðrenn politiska karriera hansara byrjaði, var Ahmadinejad bygningsverkfrøðingur og professari við Iran University of Science and Technology. Sum heild verður Ahmadinejad sæddur sum ein religiøsur konservativur persónur, við víðgongdum islamistiskum og populistiskum sjónarmiðum. Jan P. Syse. Jan Peder Syse (føddur 25. november 1930 í Nøtterøy, deyður 17. september 1997 í Oslo) var forsætisráðharri í Noregi 1989–1990. Floksformaður Høgra 1988–1991, ídnaðarráðharri 1983–1985 og stórtingsmaður fyri Oslo 1973–1997 (varamaður 1969–1970). Syse var útbúgvin løgfrøðingur. Gro Harlem Brundtland. Gro Harlem Brundtland (fødd 20. apríl 1939 í Bærum) er embætiskvinna og fyrrverandi norskur politikari (Ap). Brundtland var politikari í Noregi í 1970-, 1980- og 1990'ánum. Stóri politiski»fíggindi«hennara í 1980'unum var Kåre Willoch (H). Hon var umhvørvisráðharri 1974–1979, forsætisráðharri í 1981, 1986–1989 og 1990–1996, og forkvinna Arbeiðarafloksins 1981–1992. Stórtingskvinna fyri Oslo 1977–1997. Brundtland var stjóri í Heimsheilsufelagsskapinum ST (World Health Organization, WHO) 1998–2003. G7. G7 í Italia í 2017. Í G7 eru heimsins førandi ídnaðarlond, og limirnir eru USA, Kanada, Frakland, Týskland, Italia, Japan og Stóra Bretland. ES hevur eygleiðarastøðu. Felagsskapurin kemur reguliga saman til fundar at røða um heimsbúskapin. Tey stóru íðnaðarlondini, USA, Kanada, Frakland, Týskland, Japan, Italia og Stóra Bretland, hava avlýst G8 toppfundin í Sotji í 2014. Orsøkin er, at G7 londini eru ónøgd við leiklutin hjá Russlandi á Krimhálvoynni í Ukreina. Kappen Illhugin. Úr kvæðasavninum Norske Folkeviser, útgivið av Magnus Brostrup Landstad í 1852. hon stal hennar burt sá skjótt. 4. Deð eine var hnjoskið, deð aðre var tundrið deð treða var flinti den har’e deð fjór’e var báðe jönn og stál, dá vart han vari bjartar ellen 6. Og deð var danske kongin den som vil hente att’ Hellelíti han tottes ‘ki til at spara. 8. Og deð var unge kappen Illhugin 9. Förðe han af seg sit riddareklæði denni tikis meg goð nok vera 10. Og deð var unge kappen Illhugin 11. Og deð var unge kappen Illhugin og mange af dei han grötte. 12. Deð var unge kappen Illhugin og rótar með nasan i elli. og rótar með nasan I elli; hot er deð fer eit kogabánn som kogar sá seint um kvelli. 14. Den som kallar meg eit koga bánn men kale meg unge kappen Illhugin 15. Eg er komin I bergið in fer Herbjönn her suð pá gröði. 16. Du fer inki bjartan ellen 17. Áren din er i hynno breið, du skipar út ivir ‘an elli, deð sver eg eiðen af minom tru han finst der ‘ki slík I bergi. 18. Nasan hev du som nautefjósið deð sver eg eiðen af minom tru kvort ór’ið sá seie eg satt. 19. Nasan dine er som nautefjósið mine augo er skarpe I haus 20. Deð høyrer eg pá drengin den at han er hugað pá möy, I nott má du henna sova hjá deð er sá litið at hugleggje 22. Deð var árle um morgun 23. Hon treiv uti hans gule lokk og rykkjer en fram pá golv, 24. Deð var den gamle gyvre-mo’ri vart hon sá full af grái, 25. Sette hon luren fer blóðga munni 26. Hon sette luren fer blóðga munni 27. Deð var unge kappen Illhugin han ság seg út ivir fjórð 28. Deð var ungi kappen Illhugin 29. Deð var unge kappen Illhugin sekte han neð tenna Jorun Joklekápa 30. Sette han luren fer bloðga munni 31. Der kom stúk I aurum halli 32. Og deð var unge kappen Illhugin at de lág alle i ein ring. 33. Sá hoggi han til den gamle gyvre-mó’ri at sverðið stoð alt til navle, 34. Og deð var unge kappen Illhugin no má han sova með Hellelíti Mamuka Toronjadze. Mamuka Toronjadze (føddur 13. mai í 1986) er miðvalla fótbóltsleikari frá Georgia. Í 2010 flutti hann til Føroya fyri at spæla við FC Suðuroy. Eftir at FC Suðuroy rykti niður í 1. deild í oktober 2010, gjørdi Mamuka Toronjadze nýggjan sáttmála við NSÍ úr Runavík, har hann spældi í 2011, tað gjørdist greitt seinast í november 2010. Í 2012 fór hann aftur til heimland sítt at spæla fótbólt, hesaferð við FC Merani Martvili. Skoraði seks mál fyri FC Suðuroy. Mamuka Toronjadze skoraði seks mál fyri FC Suðuroy í Vodafonedeildini, tað var móti B36 9. mai 2010 á heimavølli, 22. august 2010 móti B36 á heimavølli, 29. august móti ÍF í Fuglafirði og so skoraði hann tvey mál í Gundadali í dystinum móti HB 12. september 2010, har FC Suðuroy vann dystin 4-1. 19. september 2010 spældi FC Suðuroy javnt 1-1 móti toppliðnum NSÍ, tað var Mamuka sum skoraði málið fyri FC Suðuroy við frísparki í 45. minutti, beint áðrenn farið var til hálvleik. Harumframt hevur Mamuka eisini skorað eitt mál fyri FC Suðuroy í kappingini um Løgmanssteypið, tað var á heimavølli 21. apríl 2010 í dystinum móti Skála. Tann dystin vann FC Suðuroy 6-1. Heini Vatnsdal. Heini Vatnsdal (føddur 18. oktober 1991) er føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari, ið spælir við KÍ og føroyska landsliðnum. Frá 2013 til 2015 spældi hann við HB. Áðrenn tað spældi hann við FC Suðuroy. Heini hevur eisini spælt við U15, U17 og U21 ungdómslandsliðunum hjá Føroyum. Við U15 spældi hann sum miðvallaleikari. Hann hevur verið við í U19 landsliðshópinum, men spældi ikki nakran dyst. Í 2020 til 2021 var hann í hópinum hjá U21. Hann spældi 6 dystir fyri U21 hjá Føroyum. Í 2013 kom hann í landsliðshópin hjá Føroyum. Í mai 2013 varð hann fyri fyrstu ferð úttikin til føroyska A-landsliðið í fótbólti. 7. juni 2013 spældi hann sín fyrsta landsdyst fyri føroyska A-landsliðið. Dysturin varð leiktur á útivølli móti Írlandi. Írland vann dystin 3-0. Besti leikari í Venjarakappingini 2013. Leygardagin 26. januar 2013 skipaði Venjarafelagið fyri fótbóltskapping í Gundadali í Havn. Kappingin var fyri lið úr bestu deildini og nøkur lið úr 1. deild. Í alt vóru 12 lið meldaði til. HB vann kappingina og Heini Vatnsdal, sum júst er byrjaður at spæla fyri HB, varð kosin besti leikari í kappingini og fekk steyp handað. U21 landsliðið. Í august 2010 varð Heini Vatnsdal úttikin til U-21 landsliðshópin hjá Føroyum til dystin móti Andorra 11. august 2010. Í 2011 spældi hann fýra dystir fyri Føroyar U21, tað var móti Norðurírlandi 31. mai 2011, dysturin endaði javnt 0-0. Í september sama árið spældu teir móti Serbia, sum vann 5-1. Í oktober spældu teir móti Danmark, sum vann 4-0 og í november 2011 spældu teir ímóti Makedonia, sum vann 1-0. Heini spældi allar 90 minuttirnar ímóti Serbia, Danmark og Makedonia. Í dystinum móti Norðurírlandi spældi hann inni í 10 minuttir. Hin 1. juni 2012 spældi hann við U-21 landsliðnum móti Makedonia. Hann kom inn í seinna hálvleiki. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. 5. juni 2012 spældi Heini allar 90 minuttirnar móti Serbia á heimavølli. Føroyar tapti dystin 0-2. U19 landsliðið. Heini Vatnsdal hevur verið við í U19 landsliðshópinum hjá Føroyum. U17 landsliðið. Heini Vatnsdal spældi landsdyst fyri Føroyar í U17 móti Norðurírlandi 21. oktober 2006. Norðurírland vann dystin 1-0. Heini spældi sum verjuleikari. Heini spældi eisini við í dystinum móti Noregi, sum var leiktur 5. august 2006 í Havn, Noreg vann dystin 5-0. Harumframt luttók Heini í kappingini Aberdeen International Football Festival 2007 í juli, Føroyar vann kappingina, og Heini skeyt avgerðandi málið í 2-1 finaludystinum. U15 landsliðið. Heini hevur verið við í U15 hópinum hjá Føroyum í 2005 og 2006. Hann spældi fleiri dystir fyri Føroyar og skeyt nøkur mál eisini, sí niðanfyri. Aberdeen International Football Festival 2006. Heini spældi sum miðvallaleikari á ungdómslandsliðnum U-15 í Skotlandi summarið 2006 í kappingingini Aberdeen International Football Festival. Føroyar kláraðu seg sera væl, vunnu fyrsta dystin 10-0, tað var ímóti Orknoyggjunum. Heini byrjaði inni í tí dystinum. Næsti dysturin var móti Dundee Utd. Føroyar vann dystin 1-0. Heini Vatnsdal skeyt málið fyri Føroyar 12 minuttir eftir at dysturin byrjaði. Triðji dysturin var móti norska liðnum Tjenstvoll. Føroyar vann dystin 16-0. Heini byrjaði á bonkinum, men var seinni skiftur inn fyri Gilla Sørensen. Fjórði dysturin var móti Gomel úr Hvítarusslandi. Føroyar vann dystin 11-0. Heini Vatnsdal skeyt eitt av teimum 11 málunum. Føroyar kom í hálvfinaluna, sum var móti Hetlandi. Føroyar vann dystin móti Hetlandi 4-1. Heini skoraði eitt av teimum 4 málunum fyri Føroyar. Føroyar kom í finaluna, sum var móti Ross County úr Skotlandi, dysturin varð spældur 22. juli. Føroyar vann dystin 2-0. Føroyar vann sostatt gull á skotsku fótbóltsstevnuni Aberdeen International Football Festival 2006. Málúrtøkan hjá Føroyum U15 var 41-1. Toppskjútti var Helgi Samson, sum skeyt 12 mál. Heini Vatnsdal skoraði 3 mál fyri Føroyar. U17 liðið hjá Føroyum spældi eisini finalu dyst sama dag, tað var móti Afrikanskum liðið úr Ghana, sum nevndist Datus Soccer Academy. Føroyar U17 taptu dystin. U17 vunnu sostatt silvur, meðan U15 vann gull. Skoraði mál fyri Føroyar U15. Heini Vatnsdal spældi 6 ungdóms landsdystir fyri Føroyar U15 í Skotlandi. Kappingin nevndist Aberdeen International Football Festival. Føroyar vann allir dystirnir. Heini skoraði 3 mál, tey vóru móti Dundee Utd., (1-0 til Føroyar), móti Hetlandi (4-1 til Føroyar) og móti Gomel úr Hvítarusslandi (11-0 til Føroyar). Heini Vatnsdal hevur eisini skorað mál fyri Føroyar U15 í juli 2005, tá Føroyar spældi móti Albion BC, úrslitið var 1-3 (Føroyar vann). Dysturin varð spældur í Aberdeen í Skotlandi 18. juli 2005. Skoraði mál fyri Føroyar U17. Heini spældi við U17 hjá Føroyum í kappingini Aberdeen International Football Festival 2007. Føroyar vunnu kappingina fyri dreingir 16 ár (U17) og dreingir 14 ár (U15). Finalan var móti Dundee United, úrslitið gjørdist 2-1 til Føroyar. Heini Vatnsdal skeyt tað seinna málið fyri Føroyar, Róaldur Jacobsen skeyt tað fyrra málið. Slóðir úteftir. Vatnsdal, Heini Vatnsdal, Heini Henning Joensen. Henning Gleðisheygg Joensen (føddur 19. desember 1989) er føroyskur fótbóltsspælari. Henning spælir í 2010 við FC Suðuroy í Vodafonedeildini sum miðvallaleikari. Ungdómslandsliðsleikari. Henning Joensen hevur spælt við føroysku ungdómslandsliðunum U-15, U-17 og U-19. Hann var við til kapping í Skotlandi Aberdeen International Football Festival í 2005. Føroyar kláraði seg væl í kappingini, gjørdist nummar trý í bólkinum og nummar 5 av øllum liðunum, sum luttóku í kappingini. Henning spældi eisini við U17 móti Týsklandi í 2005. Týskland vann dystin 4-0. Skoraði mál fyri Føroyar U-17. Henning skoraði mál móti Svøríki 2. august 2005, dysturin endaði við javnleiki 1-1. Henning skoraði eisini mál móti San Marino í U-17 landsdysti í 2005. Útvortis ávísingar. Joensen, Henning Joensen, Henning Fámjins kirkja. Fámjins kirkja er føroysk fólkakirkja, sum er bygd í 1875 og tikin í nýtslu í februar 1876. Kirkjan er bygd úr gróti og er hvítkálkað og takt við fløgugróti. Kirkjan undan hesari varð bygd í 1826, í miðøld skal hava verið bønhús í Fámjin. Kirkjan er 22 x 11½ alin til støddar. Orsøkin til, at farið varð undir at byggja nýggja kirkju, finna vit í kirkjusýninum frá 18. juni 1873. Har stendur, at gamla kirkjan frá 1826 er í ógvuliga ringum standi, og sýnið endar frágreiðingina við at siga: Kirken er kasseret til nedrivning. Nýggja kirkjan er úr gróti. Veggirnir eru dupult lagaðir. Ovasta av eysturendanum, upp í roysnið, er úr tigulsteini. Kirkjan er takt við fløgugróti, og klæddir við tí sama eru skjøldrarnir yvir syllahædd. Tornið er høgt og stendur frá syllahædd við høgum spíri á. Inni í kirkjuni hongur tað fyrsta føroyska flaggið, Merkið, sum Jens Olivur Lisberg (1896-1920) úr Fámjin gjørdi í 1919 saman við Janus Øssursson|Janusi Øssurssyni og Paula Dahl. Merkið veittraði fyrstu ferð í Føroyum hin 22. juni 1919, møguliga í samband við eitt brúdleyp í familjuni hjá Jens Olivur. Jens Olivur Lisberg liggur grivin í kirjugarðinum við kirkjuna í Fámjin. Í forkirkjuni stendur ein rúnarsteinur, funnin í kirkjugarðinum, óivað gravsteinur. Martin Tausen. Martin Tausen (føddur 4. mai 1990 í Hovi) er føroyskur fótbóltsspælari, miðvallaleikari, sum í løtuni (2012) spælir við TB í 1. deild. Í 2010 spældi hann við FC Suðuroy í Vodafonedeildini. Ungdómslandsliðsleikari. Martin Tausen hevur verið úttikin til føroysk ungdómslandlið bæði til U-17 og til U-19, og hevur eisini spælt við hesum ungdóms landsliðum. Palli Augustinussen. Palli Augustinussen (føddur 16. desember 1980 í Vági) er føroyskur fótbóltsspælari, miðvallaleikari. Palli er liðskipari á besta liðnum hjá FC Suðuroy, sum í 2012 leikar í Effodeildini. Palli skoraði trý mál í 2010 í Vodafonedeildini, tað fyrsta málið varð í dystinum móti HB, sum endaði við javnleiki 4-4. Annað málið var ímóti Víkingi á útivølli og tað triðja var ímóti B68 á heimavølli. Harumframt skoraði Palli eisini eitt mál í dystinum um Løgmanssteypið móti Skála, sum FC Suðuroy vann 6-1. Føroyska A-landsliðið. Palli Augustinussen hevur verið úttikin til føroyska A-landsliðið nakrar ferðir og spælt ein dyst fyri Føroyar, tað var í 2002. Palli var við í hópinum í 2004 og í mai 2009, tá nýggi írski landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Brian Kerr, valdi út sín fyrsta hóp. Altjóða dystir. Palli spældi sín fyrsta altjóða dyst í juli 2001, tað var í UEFA Champions League móti Slavia Mozyr, dysturin endaði javnur 0-0. Útvortis ávísingar. Augustinussen, Palli Augustinussen, Palli Susan Boyle. Susan Boyle (f. 1. apríl 1961) er ein skotsk songkvinna, sum gjørdist víðagitin umvegis talentkappingina "Britain's Got Talent", tá ið hon við rødd síni bergtók túsundtals hyggjarar við at syngja sangin "I Dreamed a Dream" frá Les Misérables. Hon luttók í 3. røðini í 2009. Síðan tá hevur hon selt í túsundatali av tónleikaútgávum. Blasfemi. Blasfemi kemur av griska orðinum "blasphemia", ið merkir "baktalan". Blasfemi verður ofta skilt sum gudspottan, og lýsur í breiðari merking eina grova niðurgering av onkrum, sum verður sæð sum heilagt í átrúnaðarligum felagskapum. Forboð ímóti blasfemi er at finna í øllum teimum monoteistisku átrúnaðunum - jødadóminum, kristindóminum og islam. Jødadómurin. Í jødadóminum kanst tú lesa um forboðið í Toraini, sum er heilaga skrift jødanna, og svarar til Gamla Testemantið. Í Exodus í Toraini - sum svarar til 2. Mósebók í kristnu Bíbliunni - kanst tú fyrstu ferð lesa tað jødiska forboðið móti at spotta Gud. Vert er her at leggja til merkis, at eisini ein niðran av leiðaranum í samfelagnum verður sæð sum blasfemi móti Gudi. Hetta møguliga tí, at mann metur autoritetin hjá leiðaranum vera givnan av Gudi. Forboðið móti blasfemi verður útdjúpað í Leviticus (Triðu Mósubók í kristnu traditiónini). Í hesum teksti verður sagt, at revsingin fyri blasfemi skal verða steining til deyða, líkamikið um talan er um ein, ið hoyrur til ísraelitiska samfelagið ella um tað er ein fremmandur. Í Leviticus stendur eisini at lesa um ein mann av egyptiskum uppruna, sum verður steinaður uttanfyri býargrensuna, eftir at hava forbannað Gud í einum orðadrátti við ein ísraelsmann. Seinni í jødadóminum verður tað sæð sum blasfemi at úttala Guds rætta navn, YHWH (Yahweh). Forboðið verður kjakast um og útdjúpað í Talmud, sum er ein av sentralu tekstunum í jødadóminum, og snýr seg um etikk, lógir o.t. Enn í dag verður í jødadóminum kjakast um hvat er blasfemi ella ikki. Eitt gott dømi er tá popstjørnan Madonna í 2005 sang um avdeyðar rabbinarar í sanginum "Isaac". Hetta sóðu fleiri sum grovt blasfemi. Kristindómurin. - "Tí sigi Eg tykkum: Øll synd og spottan skal verða menniskjum fyrigivin; men spottan móti Andanum skal ikki verða fyrigivin. Og um onkur talar orð móti Menniskjasyninum - tað skal verða honum fyrigivið; men tann, ið talar móti Heilaga Andanum, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi tíð ella í hini komandi" (Matteus 12, 31-32). Tá kristindómurin gjørdist tjóðarátrúnaðurin í meginpartinum av Evropa, varð blasfemi gjørt til eina revsiverda brotsgerð. Stóri heimspekingurin Thomas Aquinas sá blasfemi sum vantrúgv. Í verkinum "Summa Theologica" skrivar hann millum annað, at ein brotsgerð móti Gudi er álvarsligari enn morð. »§ 140. Den, der offentlig driver spot med eller forhåner noget her i landet lovligt bestående religionssamfunds troslærdomme eller gudsdyrkelse, straffes med bøde eller fængsel indtil 4 måneder.« Islam. Ein "kafir" er í islamiskari siðvenju ein, ið hevur framt gudspottan (blasfemi). Kafir er soleiðis ein "vantrúgvandi" ella "fornoktari" og sekur í mest álvarsligu syndunum, sum ein muslim kann fremja. Í islam kann tað vera blasfemiskt at seta einhvønn ella eitthvørt við síðunar av ella yvir Allah. Hetta kallast "shrik". Tað kann eisini vera blasfemi at tosa niðursetandi um Allah, profetin Muhammed og teir bíbilsku profetarnir - harímillum Jesus. Í islam er tað tó blasfemi at kalla Jesus fyri Guds son, tí hetta er at síðustilla eitt menniskja við Allah. Eitt av best kendu dømunum uppá blasfemi í islam er sakin um rithøvundan Salman Rushdie, ið varð ákærdur fyri blasfemi fyri sína skaldsøgu "Tey satanisku versini". Táverðandi leiðarin í Iran, Ayatollah Khomeini lýsti fatwa yvir Rushdie, og hetta innibar ein deyðadóm yvir bretska rithøvundan. Eitt meir núverðandi dømi er Muhammed-tekningarnar hjá Kurt Vestergaard og reaktiónirnar tær høvdu við sær. Átrúnaðir uttan blasfemi. Tveir av teimum stóru átrúnaðunum í Asia, hinduisma og buddhisma, hava ikki nakað formelt hugtak um blasfemi. Í hinduismuni er einki orð, sum svarar til blasfemi. Hetta kann skiljast í samanhanginum av, at hinduisman er ein savnandi merking av einari rúgvu av ymiskum trúðarrætningum í India, uttan nakra heilaga bók við lógum. Buddhisman hevur heldur ikki nakað formelt hugtak um blasfemi. Vegurin hjá buddhistunum til frelsu inniheldur tó, at mann skal ikki tosa ringt um heilagar persónar, hvørki frá buddhismuni ella frá øðrum átrúnaðum. Sjálvt um blasfemi ikki er eitt formelt hugtak í hvørki buddhismuni ella hinduismuni, so eru gudfrøðiligar ósemjur og valdsstríð eisini ein partur av teirra søgu, eins og í jødadóminum, kristindóminum og islam. Obi Ikechukwu Charles. Obi Ikechukwu Charles (føddur 2. januar 1985) er fótbóltsleikari úr Nigeria, áleypsleikari. Í 2010 spælir hann við besta liðnum hjá FC Suðuroy, sum spælir í Vodafonedeildini. Til nú (26. juni 2010) hevur hann skorað 5 mál fyri FC Suðuroy. Topp skorari. Obi Charles hevur líka síðan fyrsta dystin, sum hann spældi fyri FC Suðuroy verið ein av topp mál skjúttunum saman við Jón Krosslá Poulsen. Báðir hava teir skorað hvør síni 5 mál, nú komið er í helvt av landskappingini í Vodafonedeildini (26. juni 2010). Obi hevur skorað eitt mál móti HB 1. apríl 2010, 2 mál móti B68 (18. apríl og 20. juni 2010) og eitt mál móti B71 26. juni 2010. De La Soul. De La Soul er ein amerikanskur hip hop bólkur, stovnaður í 1987 í Long Island, New York. Í bólkinum eru tríggjir tónleikarar; Kelvin Mercer (Plug One/Posdnuos), rappari, David Jolicoeur (Plug Two/Trugoy), rappari, Vincent Mason (Plug Three/Mase), DJ, rappari. Bólkurin gjørdist kendur í 1989, tá teir góvu teirra fyrstu fløgu út, "3 Feet High and Rising". Paul Huston (Prince Paul), sum seinni stovnaði horrorcore bólkin Gravediggaz, framleiddi fløguna. Hon var væl umtókt, sjálvt um hon ikki innihelt vanlig elimentir í rappi, so sum vápn, vold og banniorð. Temaðið hjá fløguni var ein sjónvarps spurnarkapping. Teir tosaðu bæði um stoffir, samlegu, fátækadømi, og enntá summardáar og sveittalukt. Summi kallaðu fløguna framtíðin hjá hip hoppi og summi kallaðu teir 'hippi-rapparar', grundað á blóminum á fløguhaldaranum. Teir vildu ikki vera kendir sum hippiar og settu steðg á hesum við at útgeva fløguna "De La Soul is Dead" í 1991, har fløguhylstrið var ein mynd av einum brotnum urtapotti. Eisini eru teir kendir fyri teirra luttøku í sanginum "Feel Good Inc" hjá Gorillaz, sum teir vunnu eina Grammy fyri. Eisini eru teir í bólkinum Native Tongues saman við The Jungle Brothers, A Tribe Called Quest, Black Sheep, Queen Latifah og fleiri øðrum. Saman við limum í Native Tongues gjørdu teir væl kenda sangin "Buddy", sum er á 3 Feet High and Rising. Stanislav Kuzma. Stanislav Kuzma (føddur 16. september 1976) er fótbóltsspælari úr Slovenia, hann er málmaður. Stanislav spældi í 2010 við besta liðnum hjá FC Suðuroy, sum spældi í bestu deildini. Hann helt fram at spæla við FC Suðuroy í 2011, tá liðið spældi í 1. deild og í 2012, tá teir aftur vóru við í Effodeildini. 3 Feet High and Rising. 3 Feet High and Rising er fyrsta fløgan hjá De La Soul, og var útgivin í 1989 av Tommy Boy Records. Sangirnir hava betri hugburð og eru minni ónæriligir enn aðrir hip hop sangir frá tí tíðini. Innihaldsyvirlit. 4. Cool Breeze on the Rocks (Brot) 5. Can U Keep a Secret 6. Jenifa Taught Me (Derwin's Revenge) 8. Transmitting Live From Mars (Brot) 11. A Little Bit of Soap (Brot) 15. Do as De La Does (Brot) 21. This Is a Recording 4 Living in a Fulltime Era (L.I.F.E.) 24. Plug Tunin' (12 tumma útgáva) De La Soul Is Dead. De La Soul is Dead er onnur fløgan frá De La Soul. Bólkurin gav hana út í 1991, og í mun til 3 Feet High and Rising var hon meiri fokuserað á ólukkulív í miðbýarøkum í New York City, og hevði ikki eins jaligan tekst sum fyrra fløgan hjá teimum. Tá fleiri fólk sóu teir sum hippiir út frá fyrstu fløgu teirra, so skiftu teir stílin í hesi fløguni, og fløgumyndin lýsir hetta við einum brotnum urtapotti. Kelvin Mercer. Kelvin Mercer (føddur 17. august, 1968, Bronx, New York) er ein rappari, og ein av trimum limum í hip hop bólkinum De La Soul. Hann er best kendur sum Plug One ella Posdnuos, og við hvørt Pos. Hann vaks upp á Long Island og gekk í "Amityville High School" í Amityville, har hann, Trugoy og Maseo gjørdu bólkin "De La Soul". David Jude Jolicoeur. David Jude Jolicoeur, Plug Two David Jude Jolicoeur (føddir 21. septembur, 1964, Brooklyn, New York) er rappari og ein av trimum limum í hip hop bólkinum De La Soul. Betur er hann kendur sum Plug Two ella Trugoy the Dove. Vincent Mason. Vincent Mason (føddur 24. mars 1970) er DJ, rappari og framleiðari og ein triðingur av hip hop-bólkinum "De La Soul". Hann er best kendur sum Plug Three ella Pasemaster Mase ella Maseo. Mason er uppvaksin í Brooklyn, New York. Hann býr í løtuni í West Palm Beach, Florida. Sonur hansara, Tre Mason, spælir amerikanskan fótbólt við St. Louis Rams. Lómur. Lómur (frøðiheiti - "Gavia stellata") er stórur fuglur við longum hálsi og fløtum kroppi. Á nakkanum og aftan á hálsinum hevur hann klænar, svartar og hvítar strikur, niður eftir barkanum er hann reyðbrúnur, annars eru høvd og hálsur vakurt grá. Bakið er svart við hvítum blettum. Um veturin hevur hann sama lit á bakinum og er gráur aftan á hálsinum og uppi á skallanum, annars allur hvítur; sama lit hevur ungfuglurin. Føturnir eru so aftarlaga, at hann er ikki gonguførur. Tí ger hann sær reiðrið nær við eitt vatn, og til og frá tí ekur hann á búkinum, so tað er altíð ein niðurlegsað slóð millum reiðrið og vatnið; stundum er reiðrið so nær vatninum, at hann við eitt lop kann vera úti á tí. Og har er hann kringur — og óføra varin! Tá ið hann hevur ótta av fólki, svimur hann so djúpt, at einans skallin og eyguni eru omaná; og heldur hann seg enn vera ov sjónskan, kann hann geva sær so harða ferð, at vatnið streymar upp um ennið og skallan, so fuglurin er heilt fjaldur. Ivaleyst sær hann tó upp á land og hevur eyguni eftir, um onkur kemur at reiðrinum. Lítið etur hann annað enn fisk, og hann kann svimja so skjótt, at sjálvt ikki tey kviku sílini sleppa undan honum. Haraftrat kann hann vera sum einar 8 minuttir undir vatni, og kann tá koma upp so langt av leið, at eingin fær eyga á hann. Eggini eru tvey, tey líkjast likkueggjum á stødd og liti, men eru bøllutari um hin klænra endan. Ungarnir eru dimmbrúnir; so skjótt, teir eru útkomnir, eru teir fullkomnir svimjarar og kavarar. Lómur eigur nógvur í Íslandi og Grønlandi. Í Føroyum hevur átt mongd av honum; nú er hann so burturfækkaður, at teir, ið eftir eru, lætt kunna verða taldir. Øssvartur lómur. Øssvartur lómur (frøðiheiti - "Gavia arctica") Nevgulur lómur. Nevgulur lómur (frøðiheiti - "Gavia adamsii") Øsgrá gjør. Øsgrá gjør (frøðiheiti - "Podiceps grisegena") Gjør. Gjør (frøðiheiti - "Podiceps auritus"), summstaðni nevnd bárafjatla, er lítið størri enn lundi. Aftanvert um høvdið hevur hon ein stóran krans av klønum, gulum og svørtum fjøðrum. Bringan og síðurnar eru vakurt reyðbrúnar, bakið dimmbrúnt við ljósari gráligum strikum, í neðra er hon hvít. Ungfuglurin er javndimmur omaná og hevur ongan krans. Eisini tær gomlu missa kransin um veturin. Vel hevur hon einki. Fitjurnar eru klovnar. Reiðrið ger hon sær helst í tjørnum og lítlum vøtnum og tjóðrar tað við longum stráum fast í bukkabløð og annan vatnvøkstur. Dúnungarnir eru svartir. Stundum sæst hon svimja við teimum uppi á bakinum. Føðin er mest smásíl, marflugur og tílíkt. Gjør eigur nógv í Íslandi. Í Føroyum er hon sjaldsom at síggja. Og bara hendinga ferðir veit nakar hana hava átt her. Í 1945 átti ein á Toftavatni og fekk 5 ungar, men 3 av teimum hvurvu - helst tiknir av fugli; ikki so undarligt, at hon tá ikki hevði hug at koma aftur. Hálssvørt gjør. Hálssvørt gjør (frøðiheiti - "Podiceps nigricollis") Súlukongur. Súlukongur (frøðiheiti - "Thalassarche melanophris") eru fuglar, sum liva í sunnara helmingi av verðini. Tað eru fleiri sløg, og øll eru tey avbara stór. Veingirnir eru longri enn á nøkrum øðrum fugli, flogið kann vera meir enn 4 metrar. Teir eru hvítir við svørtum veingjum. Í 1860 var ein vilstur til Føroyar og tók sær setur millum súlurnar á Mykineshólmi. Mykinesmenn góvu honum navnið "súlukongur". Hann fylgdist við súlunum, tá ið tær fóru um heystið, og kom aftur við teimum á hvørjum vári í 34 ár. Tá ein dagin, sum hann sat í berginum, kom ein utróðrarbátur framvið og skeyt hann á setri sínum. Nøkur ár seinni varð ein annar skotin á Føroyabanka. Seinasti Súlokongur, ið er sæddur her á landi bleiv sæddur á sumri í 2019. Hann bleiv eisini sæddur í Mykinesið av brørunum Harry og Magnus Matras Nevgulur skrápur. Nevgulur skrápur (frøðiheiti - "Calonectris diomedea") Skrápur. Skrápur (frøðiheiti - "Puffinus puffinus") er dimmur, næstan svartur omaná, í neðra hvítur. Støddin er nakað sum á lunda. Áður var hann ikki sjaldsamur í Føroyum, men rottan hevur týnt so um hann, at nú er lítið eftir; eina frægast man vera í Koltri og Trøllhøvda. Teir eiga altíð fleiri nær hvørjum øðrum, stundum í urðum, men mest í vallbergi, har teir grava sær djúpar holur. Inni í har verpa teir eitt hvítt egg og verma tað í 4 vikur. Pisan er berlig um høvur og háls, men annars væl klædd í síðum gráum dúni. Hon er nevnd líri. Tá ið lírin er fullfjaðraður, er hann meinlíkur hinum gamla skrápinum. Beint fyri tað fara menn at draga líra. Holurnar kunna vera favn langar, og innan greina tær seg sundur í fleiri stytri holur, so lírin fær nógvar avkrókar at smúgva sær í, og maðurin má stundum grava fleiri byrgingar á, áðrenn hann finnur hann. Lírin er óføra feitur og hildin fyri at vera rættiligt góðgæti. Um summarið síggjast stórar skrápatorvur á sjónum. Tá skrápurin kavar, stendur eitt sprutt upp frá honum, ikki ólíkt grindablástri at síggja nakað burturfrá, og tað hava mong grindaboð verið rópt av skrápatorvu. Ram Narayan. Ram Narayan (hindi: राम नारायण) (føddur 25. desember 1927 í Udaipur) er ein indiskur "sarangi" spælari og tónasmiðjur. Hann var tann fyrsti indiski sarangi tónleikarin, ið gjørdist kendur uttanfyri India og fekk altjóða viðurkenning. Sýldur drunnhvíti. Sýldi drunnhvíti (frøðiheiti - "Oceanodroma leucorhoa") líkist hinum vanliga, men kennist væl frá honum, tí at hann er góðan mun størri og hevur djúpa sýling aftan í velinum. Á veingjunum er hann meira gráligur. Eingin veit hann eiga aðrastaðni í Føroyum uttan á Mykinesi og Mykineshólmi, og tað er stutt síðani, at menn vóru varir við hann har. Nú er hann nógvur, so hann má vera nørdur óføra skjótt, og tað letur til, at hin drunnhvítin otar seg undan honum, har hann kemur. Holur hansara eru langar og krókutar og oftast ringar at finna á, tí sítt gras hongur niður fyri inngongdina. Hann fer ikki út, fyrr enn hálvaskýmt er, og er eisini seinur heim á morgni. Dúnungin er svartur. Bæði hann og hin vanligi drunnhvítin liva mestu tíðina á árinum úti á víðum havi, og hvør er treystari og fimari enn annar í flognum. Hiplingur. Hiplingur (frøðiheiti - "Phalacrocorax carbo") er stórur, myrkleittur sjófuglur við longum hálsi. Flýgur rættiliga skjótt og hægri enn skarvurin. Burturfrá er torført at síggja mun á skarvi og hiplingi. Hiplingurin toyggir hálsin frameftir og hevjar høvdið eitt vet, tá ið hann flýgur. Tá ið hann svimur ella situr, vendir nevið upp í loft. Situr mangan og lavar við veingjunum, tá ið hann hevur verið eftir føði, og veiftrar í heilum við teimum at fáa teir turrar. Seinast hiplingur hevur átt í Føroyum, var fyri 60 árum síðan, tá teir seinastu vórðu skotnir. Nú sæst hiplingur sera sjáldan. Hiplingur er partur av danska fuglalívinum. Skarvur. Skarvur (frøðiheiti: "Phalacrocorax aristotelis") er stórur fuglur, nakað sum lómur. Liturin er svartgrønur. Nevið er langt og klænt við stórum hvøssum króki á. Føturnir eru svartir; einans hin tvey ára gamli hevur hvítar føtur og er tí kallaður "skóleysi-skarvur". Summir hava ein høgan klænan topp standandi upp av heysinum, teir eru kallaðir toppskarvar. Skarvur er her alt árið. Mest halda teir seg fram við landi, har teir íðuliga kava niður á botn eftir fiski. Tungfloyttir eru teir, men til at sleppa undir gera teir eitt lop upp úr sjónum, og við høvdinum fyri hirða teir seg so djúpt í kav. Ofta koma teir upp aftur við fiski, mest seiði ella berggyltu, sum teir sletta við eina løtu, áðrenn teir svølgja. Um náttina sita teir fleiri í flokki uppi á sjóvarklettunum og sova. So fast sova teir, at menn, ið stillisliga fara at, kunna lúra seg til og taka "svøvnskarvarnar" ein fyri og annan eftir. Tað sigst tó, at kemur nakar millum skarvarnar og sjógvin, so vakna teir og tuska til sjós. Skarvur eigur í grovum gloprutum urðum. Eggini eru 3, sera lítil og kløn; tey hava tvinnanda skøl, eitt tunt, grønligt innari og eitt grovt, hvítt ytri. Hvítin er so tunnur, at hann loypur ikki saman, um eggið verður kókað. Tá ið ungin kemur út, er hann nakin, men skjótt fær hann dimmbrúnt dún. Frá tíðliga á vári til út at hásumri verpa teir, so í sama skarvabøli er at síggja egg og stapaðir ungar og floygdir ungar alt í senn. Teir stóru ungarnir eru góðir at eta og verða tí ofta tiknir inni á bølinum; tá er ræðuligt gorr og skrenj av teimum gomlu, sum har inni eru. Ungfuglarnir kennast frá hinum gomlu av tí, at teir eru morlittir. Silvurhegri. Silvurhegri (frøðiheiti - "Ardea alba, Egretta alba") Topphegri. " Ardeola ralloides " Storkur. Storkur (frøðiheiti - "Ciconia ciconia") er millum hegra og trana til støddar, hálslangur og beinlangur. Liturin er hvítur við svørtum flogfjøðrum, bein og nev eru reyð. Hann eigur mest í Miðevropa, og kemur ongantíð norður um Danmørk. Tað er so sjaldsama fólkaalskin fuglur, at teir allarflestu eiga uppi á hústekjum. Bøndurnir leggja eitt gamalt vognhjól upp á mønina á fjósinum ella á sethúsunum, og storkarnir gera sær reiður í tí. Um veturin eru teir suðuri í Afrika. Sum okkum her um várið leingist eftir tjøldrunum, so leingist donskum børnum eftir storkinum. So ein góðveðursdag síggja tey eitt koma høgt uppi í lofti, storkurin! Hann ringir seg niðureftir, og skjótt situr hann í sama reiðrinum, sum hann hevði í fjør. Hetta er storkapápin. Nú fer hann at reinsa reiðrið, og bøta upp á tað við greinum, sum hann brýtur sær úti á skóginum. Nakrar dagar seinni kemur kona hansara; og ei dáni í, at hon er blíð, nú hon finnur alt væl tilgjørt. Tey heilsa hvørjum øðrum við at ringla hart við nevinum, tí storkur hevur einki mál. Men er annað deytt, so fær hitt sær nýggjan maka; og menn vita vist, at sama reiðrið hevur verið íbygt í meir enn 100 ár. Fyri uttanhýsis fólki er storkur styggur, men húsfólkið kennir hann væl og leggur ikki í, um tey koma honum nær, tó letur hann seg ikki taka; fríur fuglur vil han vera. Knópsvanur. Knópsvanur ella Knubbsvanur (frøðiheiti - "Cygnus olor") er bjartari hvítur enn sangsvanurin. Nevið er fagurt reytt við einum svørtum runni niðan á pannuna. Tá ið hann svimur, ber hann hálsin í vøkrum bugi og veingirnar høgt lyftar upp frá bakinum. Villur knubbsvanur eigur sjáldan norðarlaga í Evropa, men tamur livir hann víða hvar á tjørnum og vøtnum, reiðrast og fær ungar og rýmir ikki burtur um veturin. Fyri fólki hevur hann ongan ótta, kemur teimum heilt nær. Men ikki vil hann verða tikin, fríur vil hann liva. Hann er eisini førdur til Føroyar, og hevur her livað væl og fingið ungar. Og ikki er hann illførur sum sangsvanurin. Íslandsgás. Íslandsgás ella svalbarðsgás (frøðiheiti - "Anser brachyrhynchus") líkist korngás og grágás á liti, men er góðan mun minni. Nevið er stutt, svart í innara helmingi, reytt í ytra. Føturnir eru reyðir. Tær eiga í ómetiligum meingi norðuri á Svalbarði og helst longur norðuri við. Um veturin eru tær í óføra stórum flokkum í Skotlandi og Onglandi, so varnar, at tað er ikki meir enn hending at sleppa teimum nær. Sera sjáldan vitast korngás ella svalbarðsgás at vera sæddar í Føroyum. Ivaleyst eru tær tó ikki so heilt sjáldsamar. Flestallir menn kenna tær ikki frá grágás, sjálvt um teir hava tær í hondini; og sjálvt teir fuglakønu kunna ikki kenna tær, uttan teir koma teimum nøkulunda nær. Korngás. Korngás (frøðiheiti - "Anser albifrons") líkist nógv grágásini, men er heldur dimmari og brúnligari. Nevið er svart inni við høvdið, ytri er tað gult, ytst í endanum svart. Føturnir eru gulir. Veingirnir eru langir, og hon hevur kimiligari og snotiligari vakstrarlag enn aðrar villgæs. Eisini hon livir mest av grasi og heldur seg á víðopnum fløtum, so tað er ógjørligt at koma henni í skotmála. Tá ið hon flýgur millum lond, skipar hon seg á sama hátt sum grágásin. Ennihvít gás. Ennihvít gás (frøðiheiti - "Anser erythropus") Grágás. Grágás (frøðiheiti - "Anser anser") er ein prúður og bæriligur fuglur, grásprøklut á liti. Nevið - ja, ikki er gott at vita, hví bøkur siga tað vera reytt ella gulligt-reytt, tí tað er gult á teimum, ið her síggjast. Føturnir eru bleikreyðir. Tær eiga víða um Norðurevropa og Asia. Móti vetri flyta tær suður í lýggjari lond. Um várið síggja vit tær flúgva í flokkum norðureftir. Ein flýgur fyrst, og so hinar sum tvær strikur aftur úr henni, so flokkurin verður sum ein kíli at síggja. Tá fær hvør lívd av tí, sum undan henni er, so hetta lættir um flogið. Hin fyrsta hevur tað stravnast, og tí skiftast tær títt um at vera fyrstar, so at kílin ofta verður til eitt W. Tær eru á veg til Íslands. Har eiga tær víða um, nærindis tjørnum og vøtnum. Varnar eru tær altíð; reiðrið fáa tær sær har, sum tað er ringt at finna og ilt at koma at; og meðan bøgan ger tað, situr steggin nakað frá og skimast væl uttanum. Tá ið ungarnir eru nakað vaksnir, fara tey at teimum stóru vøtnunum, hvørt hýski fyri seg; og hugnaligt er at síggja tey: fyrst gongur mamman, so ungarnir og aftast pápin; hann lyftir høvdið høgt og hyggur allar vegir, um vandi skuldi verið á ferð. Móti heysti fara tær suður aftur, og tá hvíla tær seg stundum nakað her í Føroyum og fáa sær gras at bíta. Ikki sjáldan koma tær í bøin, men tær halda seg væl burtur frá gørðunum og øðrum, sum fólk kann fjala seg undir. Inntil minni enn stórthundrað (120) ár herfyri (uml. 1830) áttu grágæs í Føroyum so væl sum aðrastaðni. Eina mest mundu tær vera í Vágum, uttan um og millum bæði tey stóru vøtnini. Nakað av ungunum varð beinskert og tikið á hvørjum ári, tó ikki meir enn so, at skipanin stóð við. Men um syftunsøku1), tá ungunum leið væl ímóti at vera floygdir, vórðu tær gomlu fjaðursárar, so tær sluppu ikki á flog. Tey bjargaðu sær tá úti á vøtnunum. Men so tóku "teir stóru" í Havn sær fyri at koma við bátum og soldátum vestur í Vágar um hesa tíðina. Teir fóru á vatnið og tóku bæði ungt og gamalt. Tá doyði grágásin út í Vágum. Tað hoyrist, at einstakar nú í hesum seinnu árunum eru aftur farnar at eiga í tveimum ella trimum støðum í Føroyum; teir, ið vita reiðrini, vilja dylja fyri, hvar tey eru, og tað gera teir beint. Snjógás. Snjógás (frøðiheiti - "Chen caerulescens, Anser caerulescens") Øshvít gás. Øshvít gás (frøðiheiti - "Branta canadensis") er nógv minni hvít um høvdið enn brandgásin. Hon er morreyð á bakinum, hálsurin svartur, og høvdið svart. Aftan fyri eygað niður undir øsið er hon hvít. Flestu øshvítu gæsnar, sum eru at síggja í Norðuratlantshavi, eru minst líka stórar sum grágæs, men gæs úr øðrum greinum kunnu vera munin minni. Eingilskar øshvítar gæs, slopnar úr lindum, villast upp í stovnin og økja hann javnan, og tær eru fleiri og fleiri at síggja í Norðuratlantshavi. Brandgás. Brandgásin (frøðiheiti - "Branta leucopsis") er lík helsingagás í stødd og vakstrarlag. Á bringuni og hálsinum er hon svørt, og á skallanum við; annars er høvdið bleikt, at siga hvítt. Omaná er hon sprøklut, í neðra mest hvít; høvd og føtur eru svørt. Hon eigur í somu kuldalondum sum helsingagásin. Í seinnu tíð hevur hon bara hendinga ferðir sæst í Føroyum. Helsigás. Helsigásin (frøðiheiti - "Branta bernicla") er til støddar nakað sum æða. Um høvur og háls er hon svørt; báðumegin á hálsinum er ein hvít tvørstrika - "helsið", sum hon hevur navnið av. Omaná er hon dimmgrá; í neðra eru tær, sum higar koma, bleikar, mest hvítar. Nev og bein eru svørt. Hon eigur einans í kaldastu londum, sum Norðurgrønlandi, Svalbarði og norðuroddum av Siberia. Higar koma tær stundum um heystið. Tær halda seg tá mest á sjónum; men stundum koma tær á land, og kunna tá leggjast upp í heimagæs ella dunnur og gerast so spakar, at tær eta korn, sum blakað verður teimum. Men verður skot loyst nær hjá, so rýma tær og síggjast ikki aftur. Tamd helsigás verður sera fólkaalskin. Kápureyð ont. Kápureyð ont (frøðiheiti - "Tadorna tadorna") eigur vanliga við strendurnar í Vesturevropa og er eisini langt inn í Ásia. Í Norðuratlantshavi eigur kápureyð ont í Orknoyggjum og Ytru Suðuroyggjum og færri í Hetlandi. Sjáldsamur ferðafuglur í Íslandi og Føroyum, sæst oftast um várið. Kápureyð ont er átøkari gás enn dunnu og flýgur eisini seigligari. Umframt er munurin á bøgu og steggja lítil, men steggin hevur tó nevknóp í bútíðini. Einasti fuglur, kápureyð ont kann verða mistikin fyri, er tannantarsteggin, sum eisini er nógv svartur og hvítur um høvdið. Kápureyð ont er lættfloytt gás, og hon hevur til dømis eisini breiða illreyða rond um bringuna. Bringurondin sæst best upp undir hana, tá ið hon flýgur. Ennigul ont. Ennigul ont (frøðiheiti - "Anas penelope") er rundvaksin og eitt sindur minni enn villdunna. Serliga høvdið er eyðkent, nevið heldur stutt, ennisbrøtt, skalli og nakki rundleitt, og hálsurin tjúkkur og heldur stuttur. Í bútíðini er steggin t.d. illreyður um høvdið. Ein gulur, reinur blettur er frá nevrótini upp á skallan millum eygnanna, og eisini í síðsummarbúna í juni til sept. er steggin vakurt reyðmoreyður. Ungfuglur og bøga skifta frá gráum til reydligari morreytt og hava eyðkendan dimman eygnadregil. Tá ið steggin flýgur, sæst hvítt framman í veingjunum. Allar ennigular entur hava avmarkað hvítt um búkin. Slagið er víða um í Evropa og Asia, har tað eigur við grunn vøtn, kanska eisini við strondina. Ennigul ont leitar sær eisini eftir føði á landi eins og gás. Hon eigur um alt Norðuratlantshav, men stovnurin er størstur í Íslandi, serliga við Mývatn. Tað eru eisini serliga fuglar úr Íslandi, sum dvølja á í oyggjunum um várið, tíðliga um summarið og heystið. Um veturin er ennigul ont í Stórabretlandi ella syðri í Evropa. Krikkont. Krikkont (frøðiheiti - "Anas crecca"), summastaðni av misgáum kallað stikkont, er góð at kenna av tí, at hon er so lítil. Steggin tapir einki fyri villdunnusteggjanum í vakurleika, heldur er hann at vinna. Høvdið omaná og tað mesta av hálsinum er reyðbrúnt. Á hvørjum vanganum og haðani langt oman á hálsin er ein stórur fagurt glitrandi grønur litur. Kroppurin er rondutur av fínum svørtum og hvítum strikum, og spegilin er bjart grønur. Bøgan líkist mest villdunnuni, men hevur grønan spegil. Nú á døgum er tað sera sjáldan at finna krikkantarreiður her í Føroyum. Eggini eru nógv, 8—10. Dúnungin er littur sum villdunnuungi. Reiðrið ger hon sær altíð har, sum vatn er høgligt at koma í. Dimmmorreyð ont. Dimmmorreyð ont (frøðiheiti - "Anas rubripes") Vongblá ont. Vongblá ont (frøðiheiti - "Anas discors") Spónont. Spónont (frøðiheiti - "Anas clypeata") er á stødd ímillum krikkont og villdunnu. Í ymisligum búnum, svimjandi ella flúgvandi, er nevið eyðsýnt, spónvaksið og stórt. Spónont eigur á norðurhálvi í tempereraða økinum. Í Norðuratlantshavi eiga nakrar fáar í Íslandi á grunnum smávøtnum, har nógvur gróður er. Eisini í Ytru Suðuroyggjum og Orknoyggjum. Spónont eigur sjáldan í Hetlandi, og í Føroyum er hon upp aftur tilvildarligari. Spónentur í Íslandi og Stórabretlandi eru meginpartin flytifuglur, sum fer í vetrarvist syðri í Evropa. Vanligur fuglur á vetri til dømis í Orknoyggjum. Høvuðreyð ont. Høvuðreyð ont (frøðiheiti - "Aythya ferina") Tan Son Nhat Floghavn. Tân Sơn Nhất Floghavn (vjetnamesiskt: "Sân bay quốc tế Tân Sơn Nhất") er ein flogvøllur í Ho Chi Minh City, Vjetnam. Flogvøllurin er tann størsti í landinum og fevnir um 850 hektarar í mun til Nội Bài Atljóða Floghavnina í Ha Noi og Da Nang Floghavnina í Đà Nẵng í eru 650 hektarar til støddar. Floghavnin hevur kapasitet til 20 milliónir ferðafólk um árið. Floghavnin er eisini tann størsta, tá ið hugt verður eftir talið av ferðafólki, ið ferðast um flogvøllin, í 2012 ferðaðust 17.538.000 fólk um flogvøllin, tað svarar til 46,6% av øllum ferðafólkum ið ferðast við flogfari í Vjetnam. Har eru tveir lendingarbreytir, ið eru ávikavist 3.050 og 3.800 og lagdar við betong. Helsut trøllont. Helsut trøllont (frøðiheiti - "Aythya collaris") Hvítoygd ont. Hvítoygd ont (frøðiheiti - "Aythya nyroca") Trøllont. Trøllont (frøðiheiti - "Aythya fuligula") er ein miðalstór kavont, sum vanliga er munin minni enn grábøka. Steggin er eyðkendur í skreytbúna, snjóhvítur um liðirnar og hevur langan topp í nakkanum. Ólikur grábøkutari ont er hann svartur á bakinum. Síðsummarbúnin á steggjanum líkist nógv summarbúnanum á bøguni, men tá hevur steggin vanliga eitt sindur av nakkatoppinum. Í summum førum er bøgan hvít við nevrótina ens og grábøkubøgan, men ikki so nógv hvít sum hon. Trøllont eigur víða um í øllum norðara partinum í Evropa og Asia. Fleiristaðni á oyggjunum eiga nakrar fáar. Vanligt er, í flestu støðum, at nakrar eru eftir um summarið, men um heystið flyta nógvar suður til Bretsku Oyggjarnar. Á skotsku oyggjunum kunnu stórir flokkar vera, serliga tíðliga um veturin, og tær eru bæði úr Íslandi og av meginlandinum. Helsut trøllont er amerikanskt slag, ið sæst í Norðuratlantshavi. Hon er ennisbrattari, og skallin er longur aftur á nakkan. Á flogi líkjast trøllont og grábøkut ont, tí báðar eru hvítar undir búkinum og hava hvíta veingjarrípu. Grábøkut ont. Grábøkut ont (frøðiheiti - "Aythya marila") líkist nógv trøllont, ið hvussu er, tá ið hon ber morreyðu búnarnar. Grábøka eigur í norðara partinum í útbreiðsluøkinum hjá trøllont, men umframt eigur hon eisini í Norðuramerika. Í Norðuratlantshavi er hon bæði vetur og summar, har trøllont er. Ein stórur stovnur er á vøtnum í Íslandi. Á hinum oyggjunum í Atlantshavi eigur hon spjødd, men har koma eisini geldfuglar. Um veturin flyta tær flestu til Bretsku Oyggjarnar. Í sundunum í Orknoyggjum til dømis koma nógvir vetrargestir, sum eisini koma av meginlandinum. Á flogi er torført at skilja hana frá trøllont. Bøgan er meira hvít við nevrótina og hevur ofta ljósan blett aftan fyri eygað. Steggin er t.d. gráur á bakinum, trøllantarsteggin svartur. Grábøkut ont hevur rundari høvd og ikki topp. Æða. Æðan (frøðiheiti "Somateria mollissima") er einasti fuglur av antarsløgunum, sum nógv er til av í Føroyum. Steggin er nevndur æðublikur, stundum bara blikur. Uppi á høvdinum er hann svartur, aftantil um vangarnar og haðani aftur um nakkan er hann vakurt bleikgrønur, á hálsinum og bakinum mest hvítur. Bringan er bleikt reydlig, og í neðra er hann svartur. Æðan, t. e. bøgan, er smáflekkut av dimmum og bleikari brúnum. Allar ársins tíðir síggja vit tær liggja í størri ella minni flokkum fram við strondini, stundum uppi á sjóvarklettunum, men mest á floti. Gongulagið er tungt, og flogið — ja, oftast flúgva tær so lágt, at føturnir klamsa eftir vatnskorpuni;tað sær lókut út, men helst munna tær gera tað tí, at tá nýta tær føturnar til at geva sær meira ferð. Men so mikið kringari eru tær á sjónum, svimja skjótt og danda lættliga á alduryggjunum, kava gjøgnum brotini og kunna taka sær æti frá botni á 30 favna dýpi. Tó dámar teimum best at vinna tað á grynri vatni, helst minni enn 5 favna. Føði teirra er mest taralýs, smákrabbar, kræklingar og aðrir lítlir skelfiskar. Stundum koma tær upp við einum størri krabba, sum tær halda eftir aðrari klónni og berja niður í vatnskorpuna, til beinini detta av honum. Um várið fara tær at hugsa sær um reiður. Best dámar teimum fram við sjóvarstrondini, bara tær har kunna fáa frið. Ikki so fáar fara langt inn í hagan, ja, summar høgt upp ímillum fjøll. Fólk undrast ofta á, at tær — sum ikki sýnast at orka so fræít at flúgva, at tær fáa føturnar upp úr sjónum — við sínum tunga og seinføra gongulag kunna rugga sær niðan hagar. Men kemur tú dáttliga fram at reiðri teirra, so fært tú at síggja, at tær eru ikki so tungfloygdar. Og seint á kvøldi eru tær mangar ferðir sæddar koma flúgvandi oman úr fjøllunum og hava sett seg á sjógvin, ivaleyst til at fáa sær at eta. Sjálvsagt flúgva tær so niðan aftur við, men tað er um hádimmið, so tá svevur fólk, heldur ikki er summarnáttin so ljós, at flúgvandi fuglur kennist uttan heilt nær. Reiðrið er klætt við mosa ella deyðagrasi. Eggini eru 4, stundum 5. Mjúkt og lýtt liggja tey — æðan roytir dún av sær sjálvari til at hava uttan um tey, og tá ið hon flýgur av, breiðir hon dún afturyvir, so tey skulu ikki kólna. Æða er sjaldsama spakur fuglur. Stundum eiga tær har, sum nógv fólk gongur, og tá kunna tær við tíðini gerast so spakar, at tey kunna lyfta tær av reiðrinum, taka dúnið og leggja tær á aftur. Æðudún er dýra-bar vara, og tí hava menn summstaðni friðlýst hólmar og sker til æðuvarp, og kunna hava góða inntøku av teimum. Fyrra partin á sumri skifta blikarnir lit; eina tíð er einki hvítt á teimum uttan tær stóru fjaðrarnar uppi á veingjunum; og tá teir so missa tær, eru teir líkir æðuni. Ungarnir steðga so at sigá einki í reiðrinum. Teir eru fermir til fóts, og sjálvt teir, sum eru uppi millum fjalla, hava ikki langa tíð um at vinna oman. Høgum homrum springa teir útav, og lættir sum eitt fjaðratyssi dala teir hóvliga niður á jørð. Frá fyrst teir eru komnir á sjógv, eru teir at siga líka kringir at svimja og kava sum tær gomlu. Tá ið nakrar tamar dunnur bøla samtíðis uttan um ein hyl, sæst tað, at summar vilja taka sær fleiri ungar, enn tær eiga og aðrar tykjast glaðar við at sleppa av við sínar; sama man vera við æðunum, tí summar síggjast við sjey — átta ungum, summar bara við einum. Ikki er leingi, til ung-arnir eru vaksnir, og tá líkjast teir allir nógv æðunum; men tá ið líður út á heystið, er lætt at kenna teir ungu blikarnar frá, tí tá eru teir bringuhvítir. Og nú eru teir gomlu blikarnir komnir í sín skreytiliga búna, sum teir bera næstan alt árið. Tað er hugnalig sjón at síggja smáflokkarnar av gomlum og ungum, blikum og bøgum floytandi sær fram við landi og hoyra teirra blídliga "ov ov" og "gogg gogg gogg" í tí lýggja veðrinum — eitt av prýðum Føroyalands. Æðukongur. Æðukongur (frøðiheiti - "Somateria spectabilis") er til støddar sum æða, ella heldur minni. Blikurin er enntá vakrari enn æðublikur. Nevið er fagurt reytt við einum høgum reyðgulum kjøli upp mót pannuni, vangarnir skyggja bjart grønir. Hálsur, herðar og bringa eru hvít; annars er hann mest svartur. Bøgan líkist nógv æðu. Æðukongur eigur einans í norðastu kuldalondum. Um veturin kann hann sløðast longur suður, sum til Suðurgrønlands og Íslands, sera sjáldan til Føroyar. Høvuðhvít æða. Høvuðhvít æða (frøðiheiti - "Polysticta stelleri") Ógvella. Ógvella (frøðiheiti - "Clangula hyemalis"), summstaðni í Føroyum nevnd ógvølla, er ofta at síggja um veturin; á halvarðsøku fer hon, men tað hendir seg at síggja onkra um summarið, men eingin veit hana hava átt í Føroyum. Steggin, tá ið hann er fullbúgvin, er eyðkendur, tí hann er so nógv flekkutur á høvdi og hálsi, mest hvítur við gráum og svørtum og brúnum litum her og har. Bringa og bak eru svørt, búkurin hvítur. Aftur úr velinum hevur hann tvær avbara langar svartar fjaðrar. Bøgan er eisini flekkut um høvur og háls, brún um bak og bringu. Bæði hava tey ein reyðan lit frammarlaga á nevinum. Ungfuglurin líkist mest bøguni; men hann skiftir lit mangar ferðir, áðrenn hann fær sín rætta brúna, — kennist tó altíð væl av tí, at ógvella er minst av øllum antarsløgum, her á sjónum síggjast. Eisini hon eigur norðuri í kuldalondunum Svalbarði, Grønlandi og Íslandi. Nakkahvít kolont. Nakkahvít kolont (frøðiheiti - "Melanitta perspicillata") er norðuramerikanskt slag, eigur við áir og vøtn, har trø vaksa spjødd. Tá ið bútíðin er av, er nakkahvít kolont í smáflokkum við strendurnar sunnan fyri bústaðin. Í Norðuratlantshavi er heilt lítið til av henni, men sæst tó javnan. Í Føroyum og Íslandi er hon mest sædd tíðliga um summarið og várið, men syðri, í Onglandi og Írlandi, mest um veturin. Nakkahvít kolont er á stødd nøkulunda sum kolont, men serliga høvur og nev eru eitt sindur førari. Hon tykist tyngri á sær enn kolont. Veruliga kann hon tykjast ikki so ólík æðu. Nevið á fullbúna steggjanum er sermerkt, skrýtt gult og reytt. Umframt hevur hann eyðsýndan hvítan blett í nakkanum og í pannuni. Sum kolont, men er úrlík tí nær skyldu spegilsontini, hevur nakkahvít kolont ikki spegil. Hetta er gott eyðkenni á bøguni. Umframt nevskapið gáar tú eisini um stórar ljósar blettir á vangunum. Íslendsk súgont. Íslendsk súgont (frøðiheiti - "Bucephala islandica") Toppont. Toppont (frøðiheiti - "Mergus serrator"), eisini kallað stikkont, sagont ella tannont, hevur langt og klænt nev, so klænt, at rípur fáa ikki verið inni í tí, og har eru so spískar taggur í staðin. Steggin er sera skjórutur. Høvdið og ovasta á hálsinum er svart við sterkum grønum dámi, hálsurin niðari hvítur, bringan brún við svørtum blettum. Annars er hann mest flekkutur av hvítum og svørtum og gráum. Síðurnar eru gráskjónv utar og búkurin hvítur. Bøgan er mest morflekkut, men við hvítum litum á veingjunum og hvít í neðra. Bæði steggin og bøgan hava ein stóran topp aftur úr nakkanum. Um summarið líkist steggin bøguni. Toppontin eigur her og har í Føroyum, stundum nærindis sjónum, stundum í tílíkum støðum sum villdunna. Eggini eru fyri tað mesta 8-10, hendir seg upp til 12. Ungarnir eru reyðbrúnir um vangar og háls, annars morflekkutir omaná, hvítir í neðra. Um samdøgur gamlir fara teir úr reiðrinum, og tað er ótrúligt, hvat eitt so lítið kann vera raskt og kringt. Alin høgar bakkar fara teir uppfyri við eitt hopp, og so skjótt teir eru komnir í ánna, duga teir at kava og taka sær maðkapirrur. Men í áum og vøtnum verða teir ikki gamlir, mamman fer til sjós við teimum, og har síggjast tey, um enn ótøtt, allan veturin. Floygdir ungar eru littir sum bøgan. Tonut skarvsont. Tonut skarvsont (frøðiheiti - "Oxyura jamaicensis") Høvuðhvít skarvsont. Høvuðhvít skarvsont (frøðiheiti - "Oxyura leucocephala") Elton John. Sir Elton Hercules John (veruliga navn: Reginald Kenneth Dwight; f. 25. mars 1947) er bretskur klaverspælari, singer/songwriter og tónaskald. Elton hevur m.a. vunnið fimm Grammy virðislønir, eina Academy, eina Golden Globe og eina Tony virðisløn. Hann hevur selt meiri enn 450 milliónir av útgávum, og er ein av tónleikarunum í heiminum, sum hava klárað seg best. Rolling Stones søgdu í 2004 Elton John vera nummar 49 á listanum yvir 100 teir mætastu tónleikararnar í søguni. Bakgrund. Uppvøksturin hjá Eltoni var ikki altíð lættur. Pápi hansara, Stanley Dwight, hevði ongan áhuga fyri soninum og var sjáldan heima. Tá tey vóru saman, skeldaðust foreldrini hjá Elton meginpartin av tíðini. Tað vóru mamman og omman hjá Elton, sum máttu uppdraga hann. Elton lærdi á Pinner Wood Junior School, Reddiford School og Pinner County Grammar School. Men tá hann var seytjan, gav hann skúlan upp fyri at fara á GCE A Level og fylgja dreymi sínum um at fáa eina yrkisleið í tónleikinum. Hóast pápi Elton sjálvur hevði nógv við tónleik at gera, royndi hann, tá Elton av álvara fór at umhugsa eina framtíð sum tónleikari, at stýra soninum móti eini meiri vanligari yrkisleið. Longu frá barnsbeini av var tað eyðsæð, at Elton hevði serliga gott oyra fyri tónleiki. Hann byrjaði sum 3 ára gamal at spæla klaver. Sum sjey ára gamal fekk hann á fyrsta sinni undirvísing í klaveri. Elton hevur fingist við tónleik næstan alt lívið. Katy Perry. Katy Perry (fødd 25. oktober 1984 í Santa Barbara, Kalifornia) er ein amerikanskur popp-sangari. Hon varð fødd 25. oktober í 1984 og varð av uppruna nevnd Katheryn Elizabeth Hudson. Katy Perry, sum er vorðin skýrd at vera eitt av stóru sexsymbolunum innan popp, hevur áður hertikið tónleikaheimin og náttklubbarnar við landaplágum sum "I Kissed A Girl" og "Hot N Cold". Hon er nú aftur at finna á ovastu rók á ymsum hittlistum í heimlandinum, USA. Staklagið "Californina Curls" liggur ovast á amerikanska hittlistanum Hot 100, sum savnar talgildu søluna, og hvussu ofta lagið verður spælt í útvarpinum. Í USA er lagið tikið niður fleiri enn 350.000 ferðir. Perry segði við "California Curls" at sangurin var eitt beinleiðis aftursvar til "Empire State Of Mind" hjá Jay-Z. Hesin sangurin fagnar New York. Lagið hjá Perry fagnar hinvegin Kalifornia, sum er heim hennara. - "Eg havi gjørt av, at okkum tørvaði at svara aftur. Eg ynski, at fólk skulu fáa hug at keypa sær ferðaseðlar til Kalifornina, fyrstu ferð tey hoyra tað". Lagið er partur av fløguni "Teenage Dream", sum kom út 23. august 2010. Tað var tó sjónbandið til lagið, sum fekk størsta uppmerksemi, orsakað av meira ella minni nakna kroppinum hjá Kate. Gás. Gás (frøðiheiti - "Anser" & "Branta" spp.) Oprah Winfrey. Oprah Gail Winfrey (føddur 29. januar 1954 í Mississippi) er tíðum nevnd drotningin innan sonevndar "talkshow" sendingar. Amerikanska blaðið Forbes ger hvørt ár ein lista yvir heimsins mest máttmiklu stjørnur. Og í 2010 er tað Oprah Winfrey, sum við eini inntøku á 1.9 milliardir krónur liggur ovast á listanum. Winfrey var eisini fremst á listanum í 2007 og 2008, men seinasta ár varð hon yvirhálað av Angelinu Jolie. Falkur. Falkar (frøðiheiti - "Falco") eru grammastu rovfuglar. Nógv eru sløgini, t.d. veiðifalkur, smiril og tornfalkur, og flestu liva einans av fugli, sum teir taka í flognum. Teir flúgva óføra skjótt, hartil eru teir knappir í vendini. Nevkrókurin er stórur, og aftan fyri hann hava teir hvørjumegin ein brodd sum eina sagtonn til at skræða sundur við. Falkur livir í einbýli og tolir ikki aðrar falkar nær hjá sær. Heykur. Heykar (frøðiheiti - "Accipiter") líkjast falkum bæði í stødd og útsjónd, men teir hava onga»tonn«á nevinum, og veingir teirra eru kubbutari. Sløgini eru nógv. Tvey av teimum hava komið villandi til Føroyar, men sera sjáldan; tey eru lítið minni enn veiðifalkur, á liti mest dimmbrún, men steggin av øðrum slagnum er ljósgráur omaná. Heykar hava áður í tíðini somuleiðis sum veiðifalkar verið nýttir til at taka fugl við. Gleða. Gleða (frøðiheiti - "Milvinae" & "Elaninae") Ørn. Ørn (frøðiheiti - "Aquila" etc. spp.) er stórur ránfuglur av heykaætt. Ein tann størsti og tignarligasti ránfuglurin er avstralørnin við sínum sýlda veli. Flogið er 2,5 m. Teitur Tausen. a>, sum varð spældur 29. mai 2010 Vesturi á Eiðinum í Vági. Teitur Tausen (føddur 27. mars 1991 í Porkeri) er føroyskur fótbóltsleikari, verjuleikari, sum spældi við besta liðnum hjá FC Suðuroy í 2010 í Vodafonedeildini og 2011 í 1. deild, síðan flutti hann til Svøríkis at arbeiða og spældi tí ikki við í 2012. Hann gjørdi 4 mál fyri FC Suðuroy í 2011. Í 2010 skoraði hann 2 mál fyri FC Suðuroy í Vodafonedeildini, tað var í Havn í dystinum móti HB, sum endaði við javnleiki 4-4,tann dysturin varð spældur 1. apríl 2010 og síðan móti B71. Teitur hevur spælt við vaksnamanna deildini VB/Sumba í 2007-2009, áðrenn tað spældi hann við dreingjadeildunum hjá sama felag. Ársins stjørnuskot 2008. Teitur varð kosin "Ársins stjørnuskot 2008" hjá VB/Sumba. Teitur var tá 17 ára gamal og spældi oftast sum vinstri bakkur. Í heystfrítíðini sama árið var hann til royndarvenjing hjá fótbóltsfelagnum Brøndby í Danmark. Slóðir. Tausen, Teitur Tausen, Teitur Suni úr Hørg. Suni úr Hørg (føddur 24. desember 1982 í Sumba) er ein føroyskur timburmaður og fyrrverandi fótbóltsleikari, ið spældi sum verjuleikari til hann var úti fyri einari sera álvarsamari arbeiðsvanlukku. Yvirlivdi arbeiðsvanlukku. Suni situr miðskeiðis á myndini saman við nú fyrrverandi liðfeløgum úr FC Suðuroy. Suni úr Hørg spældi við besta liðnum hjá FC Suðuroy tey seinastu árini av fótbóltslívsleiðini. Hann var eisini partur av hópinum í 2014, men náddi ikki at spæla nakran dyst tað árið, tí tann 28. mars 2014 var hann úti fyri einari sera álvarsligari arbeiðsvanlukku í Havn, har hann arbeiddi sum handverkari. Hann datt niður ígjøgnum taki á bygninginum, ið hann og aðrir umvældu, hann datt uttan at hava koyrt trygdarlínuna á, ið annars var eitt krav. Hann skuldi bara líka. Fallið var á 9,70 metrar og hann datt niður á betonggólv. Hann segði í sjónvarpssendingini "Viljin til lívið", ið snúði seg um hann og tveir aðrar ungar føroyingar, at hann hugsaði tá, at hetta var tað, hetta var endin, hann náddi at taka armarnar fyri andlitið og so misti hann vitið. Á sjúkrahúsi í Reykjavík. Suni vaknaði upp aftur í einari sjúkrasong í Reykjavík, hagar hann varð sendur við flogfari. Hann lá innlagdur longi, men er so við og við komin nøkulunda fyri seg aftur, tó hevur hann mist stóran part av sjónini. Hann klárar seg tó sjálvur, býr fyri seg sjálvan og gongur runt við blindastavi. Mamma hansara, Majbritt úr Hørg, greiddi frá í sendingini, at ein føroyskur lækni hevði handlað skjótt og borað hol í skallan á Suna, so trýstið ikki gjørdist ov stórt. Suni fekk at vita seinni í Íslandi, at um læknin ikki hevði gjørt tað, so hevði Suni doyð áðrenn hann náddi at koma til Íslands. Hann lá uttan vit á sjúkrahúsinum í Reykjavík í tvær vikur. Hann hevði brotið bæði kjálkabeinini, bæði hondliðini, báðar armarnar, høgra albógva og trý rivjabein, hann bløddi úr lungunum og úr livrini. Beinagrindin rundan um høgra eyga var í knúsi og ein splint hagani kvetti sjónsnervuna, so hann gjørdist blindur á høgra eyga. Øll pannan var knúst inn og hann hevði fimm kraniubrot. Nøsin brotnaði, men tað var ikki fyrstu ferð men 13. ferð, segði Suni í sendingini. Suni segði skemtandi, at hann hevði fingið 77 stykkir av titanium sett inn ymsastaðni í kroppinum, har ið hann hevði beinbrot, so nú var hann eitt rættuligt puslispæl. Hann er blindur á høgra eyga og hevur kikarasjón á vinstra eyga og sær umleið 5-6% við tí. Til arbeiðis aftur. Suni hevur verið á blindastovni í Danmark, har hann hevur lært at klára seg í gerandisdegnum. Minni enn eitt ár eftir vanlukkuna fór Suni til arbeiðis aftur hjá Búsetri. Hann kom í arbeiðsroynd ið fyribils var 20 tímar um vikuna, og 1. apríl 2016 varð hann settur í fast starv sum timburmaður. Hann segði í samrøðu við útvarpssendingina Góðan morgun Føroyar tann 6. apríl 2016, at tað gekk nógv betri nú við at meta um frástøðu, enn tað gjørdi í fyrstani eftir vanlukkuna. Hann segði, at hann var sera glaður fyri starvið sum timburmaður. Hann hevði valt at síggja tey positivu tingini í lívinum og at fegnast um tað, ið hann sá sum sigrar í dagligdegnum. Spurdur um, hvar hann hevði positiva lyndið frá, segði hann at tað var frá mammu síni, Majbritt úr Hørg, ið altíð ella næstan altíð var glað og løtt í sinni. Fótbóltslívsleiðin. Suni spældi við feløgunum í sunnaru helvt av Suðuroynni frá tí at hann var smádrongur til hann gavst í 2014, burtursæð frá 2009, tá hann spældi við B36 í eitt hálvt ár. Feløgini Sumba og VB løgdu saman í 2005 til VB/Sumba. Suni spældi við tey trý árini 2005-2008, og so aftur frá august 2009 til 2014. Tá Suni úr Hørg kom suður aftur at spæla við VB/Sumba eftir summarstøðgin í 2009, skrivaði Suðuroyarportalurin, at Suni til tá hevði spælt 95 landskappingardystir fyri VB/Sumba og skorað 3 mál. Á heimasíðuni hjá Faroesoccer sæst, at Suni hevur spælt 123 dystir í bestu deildini hjá monnum, 134 dystir í 1. deild, 10 í 2. deild og 25 dystir í steypakappingini. Ársins leikari 2008 hjá VB/Sumba. Suni úr Hørg varð valdur til Ársins leikara hjá VB/Sumba (sum nú eitur FC Suðuroy) á ársveitsluni í oktober 2008. Í grundgevingini fyri henda heiður varð m.a. sagt, "...at hann í ár hevur stýrt verjuni væl og víst stríðsvilja sum fáur..." Suni fekk handað eitt steyp frá felagnum. Slóðir úteftir. Hørg, Suni úr Hørg, Suni úr Havørn. Havørn (frøðiheiti - "Haliaeetus albicilla") hevur nakað minni kropp enn svanur, men nógv longri flog, hálvan triðja metur. Hon er mest brún — tær gomlu hava hvítt vel; føturnir eru sólgulir. Hon eigur í fjallalondum, Noregi og Svøríki, ikki sørt á Íslandi — altíð nær við sjógv ella vøtn ella stórar áir. Sum allur rovfuglur heldur hon seg mest einsamøll ella saman í pørum. Føðin er mest fiskur og fuglur. Høgt í lofti sveimar hon spakuliga um og skimast; sær hon tá fisk uppi undir vatnskorpuni, stoytir hon sær niður og tekur hann í klørnar. Tey fuglasløg, sum fara á flog, letur hon vera í frið; men teir, ið kava, eygleiðir hon, til teir koma upp; eru teir knappir undir aftur, kunna teir sleppa einar tvær ferðir; men eina ferð mugu teir steðga til at anda, og tá hevur hon klørnar í teimum, og flýgur so burt at eta teir. Á landi drepur hon ikki nógv annað enn harur og rýpur. Deyðseyða og onnur ræ á sjógv ella landi dámar henni væl. Har sum hon eigur, hevur tað hent seg, at hon hevur tikið lítil børn, so søgnin um ørnina í Tindhólmi er væl trúlig. Reiðrið er oftast í høgum homrum, óføra stórt, sum favn breitt og hálvan favn høgt; tilfarið er mest viðagreinar, í neðra tjúkkar sum armar, sum upp kemur, klænir. Sum aðrir rovfuglar verpur hon tíðliga á vári — longu í mars. Eggini eru 2; 6 vikur tekur at klekja tey. Ungarnir elta tær gomlu til út á heystið. Í árunum, áðrenn teir setast í búgv, strúka teir víða um lond. Nú og tá kemur onkur til Føroyar. Tá væntaðu teir gomlu Føroyingarnir stórt herverk í haganum; ein maður, sum skeyt eina ørn, varð fríur bæði fyri nevtoll og skjútsflutning, so leingi hann livdi. Enn koma ørnir higar av og á, men einki hoyrist um, at tær gera nakað ilt. Fenheykur. Fenheykur (frøðiheiti - "Circus cyaneus") eigur á heiðum og í fenum um meginpartin á norðurhálvuni og í Suðuramerika. Hann eigur ikki í Grønlandi. Í Norðuratlantshavi eru tilsamans færri enn 100 pør í Orknoyggjum og Ytru Suðuroyggjum. Har tekur fenheykurin smá gnagdýr og fugl, til dømis heiðarýpur. Hann er flytifugl og í flytíðini kann hann bera við norðari í Atlantshavi. Veingirnir eru langir. Upp ímillu heldur hann teimum sum eitt V. Gamlir steggjar eru ljósablágráir, veingjarbroddarnir eru svartir. Flogið á fenheyki er mest sum á válki, men hann tykist størri, og tað er bæði, tí at hann hevur so langt vel, og sum hann flýgur, sveimar og leitar uppi yvir fjallaheiðini. Yell. Yell (eldri "Jala" ella "Jela") er ein av Norðoyggjunum í Hetlandi. Yell er næstørsta oyggin í Hetlandi, 27 km long, 11 km breið, og hevur triðflest íbúgvar (eftir Mainland og Whalsay), í 2001 hevði oyggin 957 íbúgvar. Landslag og djóralív. Ikki er greitt hvat navnið merkir, men hildið verður, at tað kann upprunaliga vera av piktiskum uppruna. Norðbúgvar kallaðu oynna Gjall, ið sipar til berligt landslag, men hinvegin kann heitið Jala ella Jela hava merkt "hvíta oyggj" sipandi til tær hvítu skeljasands strendurnar kring oynna. Hægsta fjallið er Hill of Arisdale (før. Argisdals Heyggjur) 210 m. Búseting. Bygdirnar á Yell liggja fram við strondini, tær størru eru Burravoe, Mid Yell, Cullivoe og Gloup, og smærru bygdirnar eru Ulsta, Gutcher, Aywick, West Yell, Sellafirth, Copister, Camb, Otterswick, og West Sandwick. Ferðasamband. Ferjurnar "Daggri" og "Dagalien" í havnini í Ulsta Ferjusamband er frá Ulsta á Yell til Toft á Mainland, og frá Gutcher á Yell til Belmont á Unst og til Hamars Ness á Fetlar. Burravoe. Burravoe (norrønt "Borgarvágr"), er ein bygd á Yell í Hetlandi. Tann merkisverdasti bygningurin á staðnum er bygdasavnið "The Old Haa Museum" ið húsast í einum húsum frá 1672. Whalsay. Whalsay, (norrønt "Hvalsey"), er sætt-størsta oyggin í Hetlandi, og hevur næstflest íbúgvar (eftir Mainland), í 2004 hevði oyggin 1034 íbúgvar. Høvuðsvinnan á oynni er fiskivinna, og størsta bygdin er Symbister har bátahavnin er. Ferjusamband er frá Laxo til Vidlin á Mainland, oyggin hevur eisini ein flogvøll í Skaw. Vitjunarverd støð á oynni, eru m.a. tvey hús frá bronsuøldini, Benie Hoose og Yorie Biggins. Vegur millum Symbister og Isbister Symbister. Symbister, (norrønt "Sunnbólstaðr"), er størsta bygdin á Whalsay í Hetlandi. Meinhard Jensen. Meinhard Jensen er gøtumaður, føddur í 1971. Hann er familjumaður, sum undirvísir í enskum í student á Kambsdali og í HF í Klaksvík, umframt at hann er vertur í Áðrenn Elvis. Tað er ein sending hjá útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, sum hevur verið í gongd síðan 2007. Meinhard hevur skrivað stuttsøguna "Login í hellinum undir kaffistovuni", sum er útgivin í savninum "Mjørki í heilum" í 2001. Cullivoe. Cullivoe (norrønt "Kollavágr"), er ein bygd á Yell í Hetlandi. Bygdin liggur spjødd á landnyrðingshorninum á oynni, og haðani sæst tvørturum Bluemull Sound "(Blámúlasund)" yvir á oynna Unst. Bygdin hevur eina bátahavn við oljutangum og ísvirki, havnin varð endurnýggjað í 1991. Norðoyar, Hetland. North Isles (føroyskt "Norðoyar" ella "Norðuroyggjar") í Hetlandi eru fyrst og fremst tær størru oyggjarnar: Yell, Unst og Fetlar. Unst. Unst er ein av Norðoyggjunum í Hetlandi. Hon er norðasta bygda oyggin í Stórabretlandi, og triðstørsta oyggin í Hetlandi, 20,4 km long, 8,5 km breið, í 2001 hevði oyggin 720 íbúgvar. Navnið Unst er helst av piktiskum uppruna, týdningurin av tí er ókendur. Norðbúgvar kallaðu oynna "Ørnyst". Jarðfrøði og búseting. Unst er í stóran mun grasgrógvin og bakkin er høgur fram við strondini. Valla Field (Valafjell) er vælkent og sæst víðan, men Saxa Vord (før. Saksa vørða) við sínum 285 m er hægsta punktið á oynni. Størsta bygdin er Baltasound har ið flogvøllurin er, aðrar bygdir eru Uyeasound og Haroldswick. Unst ger í mongum førum krav uppá heitið "norðasta í Bretlandi". Bygdin Skaw er norðasta bygd í Bretlandi, vitin á Muckle Flugga norðanfyri Unst, tikin í brúk í 1858, er norðasti vitin í Bretlandi og Out Stack er norðasti stakkur í Bretlandi. Djóra- og plantulív. Ríkt fuglalív er á oynni, ikki minst í friðaða økinum Hermaness, sum eisini er einasta stað har plantan "hetlendskt høsnagras" veksur. Ferðasamband. Ferjusamband er frá Belmont á Unst til Gutcher á Yell og til Hamars Ness á Fetlar Fetlar. Fetlar er ein av Norðoyggjunum í Hetlandi, tann triðstørsta av teimum. Hon er uml. 41 km² til støddar og í 2001 vóru íbúgvarnir 86 í tali. Navnið er helst av piktiskum uppruna, men kann eisini vera norrønt "Fetaland" í týdninginum "fitilendi". Í einum dokumenti frá 1490 er oyggin nevnd "Fötilør", sipandi til at oyggin (sum nærum er í tveimum) er bundin saman av einum "fetli". Hægsta punktið á oynni er Vord Hill (før. Varðaheygur) 158 m. Størsta bygdin ið er Houbie liggur sunnanvert á oynni. Ferjusamband er frá Hamars Ness á Fetlar til Gutcher á Yell og til Belmont á Unst. Scalloway. Scalloway, (skotskt: "Scallawaa"), er næststørsta bygdin á Mainland í Hetlandi. Bygdin liggur á vesturstrondini móti Atlantshavinum, og var fram til 1708 høvuðsstaður í Hetlandi. Navnið kemur av norrønum: "Skálavágr" Í 2014 búðu 1200 fólk í Scalloway. Foula. Foula (norrønt "Fugley", skotskt gæliskt "Fughlaigh"), er mest fjarskotna oyggin í Hetlandi, samstundis er hon tann hetlendska oyggin ið liggur nærmast Føroyum, 285 km (154 sjómíl) hiðani. Landslag og djóralív. Oyggin er eyðkend av teim 5 tindunum: Soberlie 221 m, The Noup 248 m, Hamnafield 344 m, The Kame 376 m og The Sneug 418 m, sum er hægsta fjallið á oynni. Norðast á oynni er Gaada Stack ein kendur stakkur. Sum navnið bendir á, er fuglalívið ríkt á oynni, fuglabjørgini vestantil og norðantil á oynni, eru upp í 370 m til hæddar. Søga. Í 1490 vóru jarðarognirnar hjá Ciske familjuni býttar og Vaila og Foula gjørdust ogn hjá Alv Knutsson. Men Ciske familjan var norsk, og tá Hetland var innlimað í Skotland nøkur áratíggju frammanundan, vóru ognarkrøvini á oynni fløkjaslig og ósambærilig. Á Foula bleiv julianski kalendarin framhaldandi nýttur, eftir at restin av stórabretlandi hevði skift til gregorianska kalendaran í 1752. Foula helt fast við julianska kalendaran við at brúka 1800 sum leypár, men av tí at man ikki brúkti ár 1900 sum leypár er Foula nú ein dag frammanfyri julianska kalendaran, og 12 dagar aftanfyri gregorianska kalendaran. Sostatt verða jól hildin 6. Januar "(gregoriska klendaran)" á Foula og nýggjár 13. Januar "(gregoriska kalendaran)". Í 1720 fóru pokurnar (koppar) at ganga millum teir 200 íbúgvarnar á Foula. Av tí at oyggjabúgvarnir vóru so avskornir frá øðrum fólki, høvdu teir ikki órinskap (immunitet) móti hesi sjúku, og níggju av tíggju fólkum doyðu. Sagt var at bert umleið 5-6 fólk yvirlivdu pokurnar; og nýggj fólk máttu flytast av meginoynni at fólka oynna aftur. Hetta var kanska ein av orsøkunum til at gamla norn málið fekk mønustingin á oynni. Skotski blaðmaðurin John Sands, ið búði fleiri stutt tíðarbil á skotskum oyggjum og í Føroyum, búði eina tíð á Foula í seinnu helvt av 19’du øld. Hann fanst harðliga at tí áhaldandi “Truck-skipanini”, har skotski ‘lairdurin’ (góðseigarin) rindaði sínum undirsáttum á Foula løn í sokallaðum ‘kredittum’, har teir nærmast einanans kundu keypa vørur og tænastur frá honum sjálvum. Blaðmaðurin avmyndaði Foula sum ein vakra ungmoy ið bleiv kvald av einum stórum kyrkingarormi (kvalaraslangu), meðan onnur skriðdjór, nevnd 'missionary', 'laird' og 'truck' hugdu at. Tann síðsti lairdurin av Foula var Ian Holbourn (1872 – 1935), føddur John Bernard Stoughton Holbourn. Hann var rithøvundur, professari og fyrilestrarhaldari á University of Oxford. Foula var helst tað staðið í Hetlandi, har málið norn var talað longst. Longsti tekstur á norn, Hildinakvæðið (Hildina Ballad) varð niðurskrivað á Foula av G. Low í 1774. Íbúgvar. Foula hevur 38 íbúgvar í teimum báðum bygdunum, Hametoun og Ham á eystursíðuni. Frá Ham er ferjusamband til Walls og Scalloway á Mainland. Oyggin hevur eisini ein flogvøll, haðani flogsamband er til Tingwall Airport á Mainland. Kirkwall. Kirkwall (skotskt: "Kirkwaa", (skotskt gæliskt: "Baile na h-Eaglais") er høvuðsstaður í Orknoyum, býurin hevur 8.686 íbúgvar. Navnið kemur av norrønum: "Kirkjuvágr". Í miðbýnum stendur "St. Magnus Cathedral", bygd av Ragnvaldi II jalli, til minnis um Sankta Magnus Erlendsson, ið var orknoyajallur 1108-1117. Stromness. Stromness (skotskt "Strumnis", eldri navn "Hamnavoe"), er næststørsti býur í Orknoyggjum, býurin hevur uml. 2.200 íbúgvar. Navnið kemur av norrønum: "Straumsnes". Sluppin "Rachel", vanliga nevnd "Skotaskipið", ið fór á land á Svínoyarvík 27 nov. 1786, var úr Stromness. Mark Schultz. Mark Schultz (føddur 16. september, 1970) er ein amerikanskur kristin sangari og sangskrivari. Mark Schultz er uppvaksin í Colby í Kansas, har hann eisini seinni tók útbúgving innan marknaðarførslu á Kansas State University. Hann flutti seinni til Nashville í Tennessee har hann í 8 ár arbeiddi sum ungdómsleiðari í einari samkomu. Hann hevur verið útnevndir til fleiri Dove Awards, og vann sína fyrstu award í 2006 fyri framførslu sína "Mark Schultz Live: A Night of Stories & Songs" sum varð útnevnd "Long Form Music Video of the Year". Mark Schultz búðleikast nú í Chapel Hill í North Carolina. Kirkjubømúrurin. Kirkjubømúrurin ella Magnus-katedralurin, er í Kirkjubø, hann verður eisini nevndur Múrurin. Erlendur biskupur byrjaði at byggja hann umleið ár 1300. Múrurin er 26,5 metrar til longdar, 10,8 metrar breiður, 9 metrar høgur og múrarnir eru 1,5 metrar tjúkkir. Katedralurin er bygdur í Gotiskum stíli. Søga. Arbeiðið at gera Magnusar-katedralin byrjaði umleið ár 1300 av Erlendi Biskupi, sum var biskupur í Føroyum frá 25. januar 1269 til 1305, tá føroyingar kravdu at Kongur Hákun 5. Magnusson setti hann úr starvi, vegna ov høgar skattir og arbeiðskostnað á katedralinum. Søgnin um Bardagan í Mannafalsdali verður vanliga hildin at vera um byggingina av Kirkjubømúrinum. INDUCKS. INDUCKS er stytting fyri International Network of Disney Universe Comic Knowers and Sources og er heitið á eini millumtjóða elektroniskari databasu, sum hevur til endamáls at skráseta alt, sum hevur við Disney-teknirøðir at gera í øllum londum: rithøvundar, teknarar, søgur, útgávur, o.s.fr. Torkil Veyhe. Torkil Veyhe (føddur 9. januar 1990) er Føroya besti súkklari. Torkil súkklar frá 2018 fyri danska kontinentalsúkkluliðið Team Virtu Cycling. Í 2017 súkklaði hann fyri Team ColoQuick-Cult, hann súkklar eisini fyri Føroyar á Oyggjaleikum og fyri danska landsliðið. Í 2017 varð hann úttikin til danska landsliðið, ið kappaðist á EM í vegsúkkling 2017. Hann hevur fyrr súkklað fyri Team WeBike-CK Aarhus í 2015-16, Odder Cykel Klub 2012-15 og Tórshavnar Súkklufelag 2007-12. Lívsleið innan súkkling. Torkil flutti til Danmarkar í 2012 fyri at lesa til civilverkfrøðing og fyri at súkkla. Fyrstu árini súkklaði hann við liðum, ið ikki eru professionell, men síðan 2017 hevur hann súkklað fyri kontinentalliðið Team ColoQuick-Cult. Hann hevur vunnið fleiri ymiskar súkklukappingar bæði í Føroyum, Danmark og á Oyggjaleikum. Hann hevur eitt nú vunnið Pinsecuppen í Danmark, Kring Føroyar og FM. Í november 2015 gjørdi hann 2 ára stuðulsavtalu við P/F Wenzel í Havn, sum kann leingjast til at vara í 3 ár. Tá ið Torkil í november 2015 skifti felag og fór frá Odder Cykle Club til Team WeBike-CK Aarhus, setti hann sær sum mál at vinna ein A-sigur og at vinna síni fyrstu UCI-stig. Bæði hesi mál eydnaðust í april og mai 2016, tá ið hann vann tey fyrstu 3 UCI-stigini í Himmerland Rundt og tá ið hann vann Marcello Bergamo Cuppen 2016 (eisini kent sum Pinsecuppen). Hann hevur fleiri ferðir verið millum topp-3 og topp-10 í kappingum í Danmark í 2016. Í 2017 hevur hann m.a. gjørt vart við seg í norsku UCI-kappingini Tour des Fjords, har hann var um reppið at vinna fjórða teinin, men var yvirhálaður stutt áðrenn málstrikuna av Edvald Boasson Hagen. Á 2. og 4. teini vann hann stríðssigurin og fekk laksatroyggjuna. Á Tour des Fjords 2017 gjørdist hann nummar fýra í fjallakappingini og nummar fimm í stigkappingini. Á Oyggjaleikum 2017 endurvann hann gullheiðursmerkið í tíðarkoyringini. Tour des Fjords 2017. Torkil Veyhe luttók í kappingini Tour des Fjords í mai 2017, og har fekk hann sítt til tá størsta úrslit nakrantíð, tá talan er um UCI kappingar. Hetta hendi tvær ferðir, á fyrsta og fjórða teini, tá hann á báðum teinum var um reppið at vinna teinin. Á fjórða teininum endaði hann á 2. plássi, tá ið norski meistarin Edvald Boasson Hagen yvirhálaði hann stutt áðrenn málstrikuna. Torkil hevði verið í útbroti í fleiri tímar saman við Gijs Van Hoecke (LottoNL-Jumbo) og Kevin Van Melsen (Wanty-Groupe Gobert). Eftir 50 kilometrar høvdu teir 7 minuttir frástøðu til feltið, og Torkil var tá og ein stóran part av degnum virtuelt í føraratroyggjuni. Torkil vann eisini fleiri spurtir um fjallastigini. Torkil byrjaði eisini kappingina væl, tað eydnaðist honum at koma í eitt útbrot ið slapp avstað, og fýra av teimum hildu á heilt fram til málstrikuna. Torkil royndi at sleppa avstað frá hinum, tá ið 2 km vóru eftir, men tað eydnaðist ikki, og hann gjørdist nummar fýra. Torkil endaði samanlagt sum nummar 27 og sum nummar fýra í fjallakappingini og nummar fimm í stigkappingini. 2016. Torkil skrivaði føroyska súkklusøgu, tá ið hann vann síni fyrstu UCI stig í mai 2016. Tað gjørdi hann, tá ið hann gjørdist nummar 7 av 198 í Himmerland rundt. Hetta vóru eisini fyrstu UCI-stigini í søguni hjá Team WeBike-CK Aarhus. Á hvítusunnu í mai 2016 luttók hann á Pinsecuppen í Jútlandi, hvørs almenna navn er Marcello Bergamo Cuppen. Hann gjørdist nummar tvey leygardagin 14. mai 2016 í Silkeborg, bert aftanfyri Lasse Norman Hansen (HM vinnari í bana súkkling). Torkil vann tí silvur á teininum. Hvítusunnudag vann hann sterkasta bólkin í Danmark, A-bólkin. 2. hvítusunnudag endaði kappingin, og Torkil gjørdist samlaður vinnari av kappingini og vann tí gulu troyggjuna. Hann vann sostatt á fulltíðarprofessionellum súkklarum sum Lasse Norman Hansen og WorldTour-súkklaran Matti Breschel. Harvið skrivaði hann føroyska súkklusøgu. Tað er ongantíð fyrr eydnast einum føroyingi at vinna í bestu deildini í Danmark. Síðst í mai 2016 luttók Torkil í súkklukappingini Sønderborg-løbet. Hann gjørdist nummar tvey av A-liðnum hjá monnum. 5. juni 2016 gjørdist Torkil nummar tvey í Post Cup 2016 á Bornholm, talan av um aðru av fýra Post Cup kappingum í 2016. Síðst í juli 2016 luttók Torkil í donsku kappingini PostNord Danmark Rundt, har hann umboðaði tað danska súkklulandsliðið. Talan var um kapping á fimm teinum. Triði teinur varð súkklaður ólavsøkudag, og tann dagin eydnaðist tað honum at koma við í eitt útbrot saman við fýra øðrum. Hann var tó so óheppin, at hann punkteraði stutt eftir, at teir vóru komnir nakað frá restini. Hann súkklaði eina løtu við fløtum bakhjóli, til ein servicebilur kom og hjálpti honum at skifta dekk, hann helt síðan fram men noyddist enn einaferð at støðga, tí dekkið sat ikki sum tað skuldi. Kappingin varð víst beinleiðis á Danmarks Radio, og teir báðir ið viðmerktu søgdu, at hann ongan møguleika hevði at náa hinum fýra í útbrotinum aftur, tí hann var komin umleið hálvan annan minutt frá teimum. Men Torkil kempaði, og eftir umleið einum hálvum tíma hevði hann vunnið fram aftur til hinir fýra. Viðmerkjararnir vóru bilsnir og róstu honum og tosaðu um sterkir føroyingar, um svimjaran Pál Joensen og um føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum, ið vann tveir dystir móti Grikkalandi og um at tað var føroyskur tjóðardagur. Torkil skiftist við hinum um at taka leiðsluna eins og vanligt er, og tá ið útbrotið varð innheintað meira enn hundrað kilometrar seinni, av einum øðrum bólki, so eydnaðist tað honum enn einaferð at koma við í eitt útbrot, men at enda dragnaði hann afturúr og endaði sum nummar 68 av 121. Torkil varð kosin dagsins stríðsmaður og fekk troyggjuna fyri álopsheiður. Eftir at súkklusesongin 2016 var liðug, varð kunngjørt, at Torkil Veyhe hevði skrivað undir sáttmála við danska kontinentalliðið ColoQuick-CULT. Oyggjaleikir 2015. Torkil vann fyrsta gullheiðursmerki fyri Føroyar á Oyggjaleikunum 2015, tá ið hann vann gull í einkultstarti 28. juni 2015. Hann vann eisini eitt bronsuheiðursmerki í landavegssúkkling. Oyggjaleikir 2013. Torkil vann tvey silvurheiðursmerki á Oyggjaleikum 2013 á Bermuda. Oyggjaleikir 2007. Torkil Veyhe luttók í fleiri súkklukappingum á Oyggjaleikunum á Rhodos í 2007. Besta úrslitið var eitt silvur heiðursmerki í "Men's Team Road Race". Hann gjørdist nummar 8 í kappingini "Men's Individual Time Trial". Vinnari av Kring Føroyar. Torkil Veyhe hevur vunnið súkklu kappingina Kring Føroyar fimm ferðir: 2009, 2010, 2012, 2014 og 2015. Kring Føroyar verður av sponsororsøkum eisini verður rópt Volvo Kring Føroyar (fyrr Statoil kring Føroyar og Effo kring Føroyar). Torkil brúkti tilsamans 9:45:11 tímar um teir 341 kilometrarnar ið m.a. vóru súkklaðir í Klaksvík, Eysturoynni, Suðuroynni, Vágum og Streymoynni. Liðið Team PE, sum Torkil var partur av í 2010, vann kappingina Statoil Kring Føroyar 2010. Umframt Torkil Veyhe vóru hinir á liðnum Guðmundur Joensen og Gunnar Dahl-Olsen. Føroyameistari. Í 2015 gjørdist Torkil trýfaldur føroysmeistari, tá hann vann allar trýggjar FM-kappingarnar í súkkling ið vóru frá 13. til 15. august 2015. Kappingarnar vóru í landavegsúkkling, einkultstarti og býarsúkkling og Torkil vann allar. Torkil hevur fleiri ferðir vunnið FM heitið, í 2008 vann hann gull á 30 km teininum, hann gjøgnumførdi ikki 100 km teinin vegna vánaligt veður. Í 2007 vann hann gull í 30 km og silvur í 100 km. Í 2006 vann hann gull á 40 km teininum og silvur á 100 km teininum og gull í FM Býarkoyring, menn. Í 2005 var Torkil so ungur, at hann súkklaði í kappingunum fyri unglingar. Hann vann gull í 100 km og 30 km teinunum umframt at hann eisini vann Ólavsøku súkklukappingina fyri unglingar. Torkil gjørdist føroyameistari í landavegssúkkling í 2009 við tíðini 3 tímar og 3 minuttir, teinurin var 100 km. FF Giza. FF Giza er eitt føroyskt fótbóltsfelag úr Tórshavn. Felagið spælir sínar dystir á vøllinum á Argjum. Felagið hevur sín uppruna úr Nólsoy, tað var stovnað 1. januar 1968 sum Nólsoyar Ítróttarfelag. 1. januar 2009 skiftið felagið navn til FF Giza. Í 2010 spældi FF Giza í 3. deild. Kappingarárið 2012 hava FF Giza og FC Hoyvík lagt feløgini saman, eftir at FC Hoyvík flutti niður í 2. deild, og Giza/Hoyvík spælir í 2. deild og 3. deild (minikapping) í 2012. Snípustelkur. Snípustelkur ella Langneva snípa (frøðiheiti - "Limnodromus scolopaceus") John Lyng. Johan Daniel Fürstenberg Lyng (føddur 22. august 1905 í Trondheimi, deyður 18. januar 1978 í Bærum) var forsætisráðharri í Noregi í 1963. Lyng var uttanríkisráðharri 1965–1971, stórtingsmaður 1945–1953 og 1958–1965, og floksformaður Høgris á tingi 1958–1965. Lyng hevði løgfrøðisprógv fra 1927 og var advokatur og dómari. Oniontree. Oniontree er ein føroyskur tónleikabólkur úr Tórshavn, sum spælir punk, rokk og alternativan tónleik. Limirnir eru fýra ungir havnarmenn og argjamenn: Sigmund Jørgensen, sang og guitar, Fríði Tanggaard Bjørgvin, guitar og sang, Jan Mýrá, bass og Magnus Ovason spælir trummur. Oniontree hevur spælt á føroyskum tónleikafestivalum og kring alt landið á spælistøðum o.s.fr. Oniontree hevur eisini spælt í Danmark, m.a. hitaðu teir upp fyri enska bólkin Yashin á The Rock. Eisini hevur bólkurin spælt við føroyska bólkinum The Dreams á Vega í Keypmannahavn. Finalistar í altjóða tónleikakapping. Oniontree luttók í 2009 á altjóða tónleikakapping, ið nevnist "The Best New Song In The World", teir komu heilt til finaluna við sanginum Solitude. Planet Awards vinnari. Oniontree vann føroysku heiðurslønina Planet Award sum Sosialurin, Rás2 og Portal.fo geva á hvørjum árið um ársskiftið. Oniontree vann heiðurin "Ársins nýggi bólkur 2009". Kroatiskt mál. Kroatiskt er alment mál í Kroatia (Evropa). Planet Awards. Planet Awards (Planet Award) er føroysk virðisløn ella heiðursløn sum verður latin á hvørjum ári til ymiskar bólkar og einstaklingar innan føroyskan tónleik, sum onkursvegna hava skarað framúr. Tað er Miðlahúsið: Sosialurin, Rás2 og Portal.fo sum standa fyri handanini av virðislønunum. Tað eru lesarar og áhoyrarar hjá hesum fjølmiðlum, sum kunnu atkvøða við at senda sms boð til tann tónleikara, sangara ella tónleikabólk. Tey tónleikanøvnini sum hava fingið flestar atkvøður vinna so heiðurslønir. Fyrireikararnir velja sjálvir, hvønn teir vilja heiðra við Planet Herðaklappinum. Í 2013 varð portal.fo selt til Knassar. Sosialurin gavst tá at skriva tíðindi á portal.fo og fekk sær tíðindaportalin in.fo í staðin. Planet.fo er ein partur av portal.fo, og m.a. tí gavst árliga tiltakið Planet Awards. Stutt fyri jól 2013 kunngjørdi Miðlahúsið, at tey fara at gera eitt annað og størri tónleikatiltak ístaðin, sum eisini fer at heiðra føroyskum tónleiki og tónleikarum, tað verður ikki hildið millum jól og nýggjár, sum Planet Awards var, men nakað seinni, tiltakið verður fyriskipað saman við øðrum. Planet Awards 2012 gjørdist sostatt seinasta tiltakið við hesum heitinum. Í 2014 varð ein nýggj føroysk tónleikavirðisløn sett á stovn við heitinum Faroese Music Awards (FMA) ella á føroyskum: "Føroysku tónlistavirðislønirnar". Tær fyrstu virðislønirnar verða handaðar 15. mars 2014 í Norðurlandahúsinum. Tað eru Kringvarp Føroya, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið, ið standa fyri tilnevningum og handanum av tónleikavirðislønunum. Planet Awards - Planet Heiðurslønir - Bólkar. Harumframt verður latið "Planet Herðaklapp", eisini rópt "Ársins Herðaklapp". Vinnarar av Planet Awards 2012. Eivør vann 3 Planet Awards í 2012 Vinnararnir av Planet Awards 2011. a> vann 3 Planet Awards í 2011 og var ársins songkvinna 2008 Planet Awards 2010. a> var ársins sangari 2010 og 2008 Planet Awards 2007. a> var ársins songkvinna 2007 og bestu útgávu í 2009 við The Sky is Opening. Edvard Nyholm Debess. Debess Blues Station spælir á Blues Perlan 2014, Edvard spælir bass, hann sæst til høgru á myndini. Edvard Nyholm Debess (føddur 6. november 1960 í Tórshavn) er føroyskur tónleikari, sangari, tónasmiður og myndamaður. Hann spælir kontrabass. Lívsleið. Bæði foreldur og systkin hansara spældu á ljóðføri og vóru virknir tónleikarar í hornorkestrum og sungu í kóri. Edvard byrjaði at ganga til undirvísing í klaver sum 12-ára gamal. Seinni lærdi hann at spæla bass og frá síðst í 1970'unum spældi hann við í orkestrum og spældi eisini free lance. Tá ið hann var fyrst í 20'unum flutti hann til Danmarkar fyri at lesa tónleik. Tey árini var hann eisini virkin í fleiri orkestrum, tað var eisini hetta tíðarskeiðið, at hann byrjaði at skriva sangir. Edvard hevur klassiska tónleikaútbúgving frá Det Jyske Musikkonservatorium í Århus. Edvard hevur serligan áhuga í jazz tónleiki, men eisini í klassiskum tónleiki. Edvard kemur úr einari tónleika familju, bæði foreldrini vóru tónleikarar fyrr. Abbi hansara Christopher Nyholm Debess (f. 1882, d. 1952) var skald, umsetari, politikari og rørleggjari. Beiggi Edvard Per Debess var tónleikari, í Føroyum m.a. kendur frá bólkinum Debess og Petersen. Sonur Per, Uni Reinert Debess er kendur sum blues sangari, sangskrivari og guitarleikari. Edvard hevur spælt við fleiri bólkum, men hann spælir eisini nógv free-lance. Hann hevur fleiri ferðir spælt saman við Eivør Pálsdóttir, og hann og bróðursonurin Uni framføra av og á saman í bólkinum Debess Blues Station, afturat sær hava tei sum oftast ein trummusláara, í 2014 spældu teir í Perluni í Havn saman við Jósva Debes á trummum. Edvard er limur í Føroya Symfoniorkestrið og framførir eisini onkuntíð við Aldubáruni. Edvard hevur undirvíst á Tórhavnar Musikkskúla í nøkur ár. Hansara tónleikur hevur verði framførdur á tí árliga tónleikatiltakinum Summartónar, sum er hvørt summar runt um landið. Sum oftast eru Summartónar seinast í juni og fyrru helvt av juli. Hann er limur í Felagið Føroysk Tónaskøld. Í mars 2012 gav hann fløgu út í egnum navni, og fyri fyrstu ferð er tað hann sjálvur sum syngur. Hann hevur sjálvur skrivað allar yrkingarnar og hevur gjørt øll løgini uttan tað fyrsta, sum Holger Lauman hevur gjørt. Í 2013 varð Edvard valdur í nevndina hjá Mentanargrunni Landsins. Hann hevur síðan tikið seg úr nevndini aftur. Í mai 2014 útgav Edvard eitt poetiskt fotoverk um Johan og Rakul Dalsgaard, sum búðu í Fámará eina tíð. Myndirnar í bókini fylgja teimum báðum frá tí at tey fluttu inn í Fámará og til tey noyddust at flyta hagani aftur., Rannvá G. Fossaberg, 17. mai 2014 Familja. Edvard er abbasonur Nyholm Debess. Hann er giftur við Birgit Elisabet Debess, og eigur við henni døtrarnar Iben og Lisa Nyholm Debess. Edvard hevur fleiri systkin, ein bróður hansara var kendur tónleikari í 1970'unum, Per Debess, ið eitt nú var kendur fra Debess og Dam og Debess og Petersen. Blues-tónleikarin Uni Reinert Debess (sonur Per), er bróðursonur Edvard. Mona Simonsen. Mona Simonsen (fødd 14. mai 1991 á Tvøroyri) er føroyskur svimjari. Mona klárar seg best í frísvimjing, hon svimur fyri Susvim og fyri Føroyar. EM á stuttbana í Istanbul 2009. Mona Simonsen svam fyri Føroyar um Europameistaraheitið á stuttbana fyri kvinnur í 800 metrum frí á svimjistevnu í Istanbul í Turkalandi. Mona gjørdist nummar 17 við tíðini 9:06.66. Oyggjaleikir 2009. Mona Simonsen svam fyri Føroyar á Oyggjaleikum 2009 á Álandi. Hon vann 3 gull heiðursmerki, tey vóru í 800 metrar frí, 400 metrar frí og 4x50 m frí. Harumframt vann hon eisini bronsu í 200 metrar frí hjá kvinnum. Hon setti føroyskt met í 400 metrum frí. Hon átti metið til 13. desember 2015, tá ið Sára Ryggshamar Nysted tók metið við tíðini 4:18.31. Føroyskt met á 1500 frí á DM á stuttbana. Mona Simonsen svam í kapping í Danmark DM á stuttbana. Mona gjørdist nummar 7 í kappingini, men samstundis betraði hon tað føroyska metið við 20 sekundum við tíðini 17:23.25. HM í Manchester 2008. Mona Simonsen svam fyri Føroyar til HM í Manchester í Onglandi í apríl 2008. Hon svam 800 metrar frí í tíðini 9:13.50, sum var skjótari enn tilmeldingartíðin, men ikki tað skjótasta sum hon hevði svomið. Mona svam eisini 400 metrar frí, hon svam við tíðini 4.31.33, sum var 3½ sekund verri enn tilmeldingartíðin. Kláraði kravtíðirnar til HM 2008. Mona Simonsen luttók á Susvim stevnuni í mars 2008. Hon svam 400 metrar frí í tíðini 4:27.96, so hon kláraði kravtíðina til HM seinna sama ár. EM á stuttbana í Ungarn 2007. Mona Simonsen svam fyri Føroyar til Europameistara kappingina á stuttbana, sum var í Ungarn (Debrecen) í desember 2007. Mona gjørdist nummar 12 í 800 metrar frí við tíðini 9:13.50. Oyggjaleikir 2007. Mona svam fyri Føroyar á Oyggjaleikum 2007 á Rhodos í Grikkalandi. Mona vann 4 gull heiðursmerki fyri Føroyar og eitt bronsu merki. Gull heiðursmerkini vann hon í hesum teinum (allir teinar eru fyri kvinnur): 4x50 metrar frí, 4x100 metrar frí, 4x50 m blandað og 4x100 m blandað. Bronsu heiðursmerkið vann hon í 800 metrar frí. HM 2007 í Melbourne. Mona luttók í HM 2007 á langgeil í Melbourne i mars 2007. Hon setti nýtt føroyskt met í 800 metrum frí við tíðini 9:18.65. Metið hjá Monu varð ikki tikið fyrr enn 9. januar 2016, tá ið fyrsta svimjikappingin á langgeil varð hildin í Føroyum í Páls Høll í Vági. Tað var Sára Ryggshamar Nysted, ið tók metið hjá Monu, tað gjørdi hon við tíðini 9:12.01. Shaila millum Garðarnar. Shaila millum Garðarnar (fødd 20. juni 1984 á Tvøroyri) er føroyskur svimjari. Hon svimur fyri Susvim og Føroyar. Mona klárar seg best á teimum stuttu teinunum í firvald og frí svimjing. Shaila er sum so givin við at svimja einstaklingakappingar (2013), men hon er tó aktiv sum venjari og venur enn, og av og á luttekur hon í liðkappingum. Á FM stevnuni í Havn í mai 2013 var hon við til at vinna gull og at seta nýtt føroyskt met í 4 x 50 m frí við tíðini 1:47.15 saman við Guðrun Mortensen, Tanju Skaalum og Kristinu Elin Thomsen úr Susvim. Oyggjaleikir 2009. Shaila millum Garðarnar svam fyri Føroyar á Oyggjaleikunum í Álandi 2009. Shaila vann 6 gull heiðursmerki fyri Føroyar. Hon vann gull í hesum greinum (allar greinar eru fyri kvinnur): 50 metrar firvald, 50 m frí, 100 m frí, 4x50 metrar frí, 4x50 metrar blandað (medley relay) og 4x100 m blandað (medley relay). Harumframt vann hon bronsu í 100 metrar firvald. Malan Vitalis Joensen. Malan Vitalis Joensen (fødd 30. mai 1991 á Tvøroyri sum Malan Vitalis Bærendsen) er føroyskur svimjari. Malan svimur fyri Susvim og fyri Føroyar. Malan er ein av Føroya bestu kvinnuligu bringusvimjarum. Malan verður oftast skrivað Malan V. Bærendsen. Malan giftist við Pál Joensen, ið er Føroya besti svimjari. Tey giftust í Páls Høll í Vági, ið hevur Føroya fyrsta langhyl. Vatn var ikki komið í hylin, áðrenn brúdleypið, men tveir dagar seinni varð byrjað við at fylla vatn í hylin. Oyggjaleikir 2009. Malan luttók á Oyggjaleikunum 2009 á Álandi. Hon vann eitt silvur heiðursmerki fyri Føroyar í 200 m bringu fyri kvinnur. Føroyar vunnu Oyggjaleikirnir 2009 við 34 gull, 23 silvur og 24 bronsu heiðursmerkjum. Føroyameistari og føroysk met 2008. Malan hevur fleiri ferðir svomið seg til føroyameistaraheitið og eisini fleiri ferðir sett føroysk met. Í mai 2008 vann hon FM kappingina í 50 metrar bringu við tíðini 34:74. Malan átti sjálv gamla metið, sum var 34:95. Næsta dag vann hon FM gull í 100 metrar bringu við tíðini 1:15.04, Malan átti sjálv gamla metið á 1:15.41. Malan setti eisini met í 200 m bringu. Susvim vann til hesa FM kapping 34 av 42 gull heiðursmerkjum. Í juli 2008 luttók Malan í DM á langbana í Gladsaxe. Hon gjørdist nummar 4 i 50m bringu við tíðini 34.35, sum var nýtt føroyskt met. Malan átti sjálv gamla metið. Oyggjaleikir 2007. Malan vann eitt silvur heiðursmerki í 200 metrar bringusvimjing á Oyggjaleikunum á Rhodos í Grikkalandi í summarið 2007. Føroyar gjørdust nummar trý á Oyggjaleikunum 2007 við 24 gull, 19 bronsu og 12 bronsu heiðursmerkjum. Sébastien Rouault. Sébastien Rouault (føddur 24 februar 1986 í Le Chesnay, Yvelines) er franskur svimjari. Hann hevur fleiri ferðir kappast móti føroyska svimjaranum Pál Joensen eitt nú í 1500m frí teininum. Heiðursmerki. Sébastien Rouault vann gull í 1500m frí til EM á langbana í Budapest í august 2010. Pál Joensen vann silvur og italienski Samuel Pizzetti vann bronsu. Til EM á stuttbana í Helsinki í 2006 vann hann bronsu á sama teini. Roualt vann silvur í 1500m frí til EM á langbana í Budapest í 2006. Í kappingini Mediterranian Games 2005 vann hann gull í 1500m frí, silvur í 800m frí og bronsu í 400m frí. Snoop Dogg. Cordozar Calvin Broadus (føddur 20. oktober 1971, i Long Beach, Kalifornia) betri kendur sum Snoop Dogg er ein kendur amerikanskur rappari, sjónleikari og prodúsari. Buon Me Thuot Floghavn. Buon Ma Thuot Floghavn (vjetnamesiskt: "Sân bay Buôn Ma Thuột") er ein flogvøllur í Buon Ma Thuot, Đắc Lắc, Vjetnam. Lendingarbreytin er asfalterað og er 3000 metrar long. Ca Mau Floghavn. Cà Mau Floghavn (vjetnamesiskt: "Sân bay Cà Mau") er ein flogvøllur í Ca Mau landslutinum í Vjetnam. Flogvøllurin er 1500 metrar langur og er lagdur við asfalt. Floghavnin liggur 2 km frá miðbýnum í Cà Mau. Søga. Flogvøllurin varð bygdur av fraklendingum í 1933 og nevndist tá Moranc Airfield, býurin nevndist tá Quản Long. Flogvøllurin var tá 400 m langur og 16 metrar breiður. Undir Vietnam-krígnum, var ein hernaðar flogsstøð har. Da Nang Floghavn. Da Nang Floghavn (vjetnamesiskt: "Sân bay Đà Nẵng") er ein flogvøllur í Da Nang, Nam Trung Bo, Vjetnam. Fraklendingar bygdu flogvøllin í 1930. Flogvøllurin er tann triði altjóða flogvøllurin í Vjetnam, hinir báðir eru Noi Bai International Airport (Hanoi) og Tan Son Nhat International Airport (Ho Chi Minh City), og er týdningarmikil fyri ferðafólkaflutning til og frá tí sentrala partinum av Vietnam. Dan Djurhuus. Dan Djurhuus (føddur 15. august 1978 í Vági) er føroyskur fótbóltsleikari. Dan er ein av teimum mest royndu leikarunum hjá FC Suðuroy. Barna- og ungdómsárini spældi hann við VB, í vaksnamanna árunum hevur hann spælt fyri barndómsfelagið VB, sum legði saman við Sumba í 2005 og fekk navnið VB/Sumba. Felagið skiftið navn til FC Suðuroy í 2010. Eitt tíðarskeið í 1996 spældi Dan við B36. Dan spælir sum miðvallaleikari, men hann hevur tó eisini onkuntíð spælt sum verjuleikari og áleypari. Høvuðsmálskjútti hjá VB/Sumba í 2007. Dan Djurhuus skoraði 5 mál fyri VB/Sumba í 2007. Hann var toppskorari fyri besta liðið hjá VB/Sumba tað árið. Millum 10 teir bestu av málskjúttunum hjá FC Suðuroy, VB/Sumba og VB. 22. august 2010 skrivaði Suðuroyarportalurin um Jón Krosslá Poulsen, sum tá júst hevði skorað sítt mál nummar 56 fyri FC Suðuroy (og VB/Sumba og VB), og harvið gjørdist tann mest skorandi leikarin. Í tí sambandi varð eisini nevnt, at Dan Djurhuus hevur skorað 40 mál fyri besta liðið hjá FC Suðuroy, VB/Sumba og VB og er nummar 6 næst eftir Pól Thorsteinsson, sum hevur skorað 51 mál. Í dystinum móti B71, sum varð spældur á Sandi 26. september 2010 skoraði Dan Djurhuus eitt av tveimum málum, tað var sostatt hansara mál nummar 41 fyri felagið (íroknað VB og VB/Sumba). Útvortis ávísingar. Djurhuus, Dan Djurhuus, Dan Spurvaheykur. Spurvaheykur (frøðiheiti - "Accipiter nisus") er vanligur í skógarlendi í Evropa og Asia. Hann eigur í útnyrðing vestur ímóti Norðuratlantshavi. Hendinga fuglar hava átt í Orknoyggjum. Spurvaheykurin í Skandinavia er flytifuglur. Í flytitíðini er vanligt at síggja spurvaheyk, hóast teir er fáir. Onkur er eisini at síggja um veturin. Longur í útnyrðing er hann veruliga sjaldnari. Spurvaheykur er blágráur ránsfuglur, sum dúgva til støddar, langt vel og árundaðar veingir. Um kjósina og undir búkinum hevur hann tættar tvørrípur. Einastu fuglar, ið líkjast spurvaheyki á liti, eru geykur og høsnaheykur, men høsnaheykur er størri og sæddur bara í Orknoyggjum. Phu Cat Floghavn. Phu Cat Floghavn (vjetnamesiskt: "Sân bay Phu Cat") er ein flogvøllur í Quy Nhon, Binh Dinh, Vjetnam. Lendingarbreytin er 3051 metrar long. Ringanna Harri (Skaldsøga). Ringanna Harri er ein skaldsøga (ævintýr) eftir John Ronald Reuel Tolkien, umsett til føroyskt av Axel Tórgarði. Skaldsøgan er býtt í 3 partar (eina triologi), 1. Ringliðið ("The Fellowship of the Ring"), 2. Tey bæði tornini ("The Two Towers") og 3. Kongurin kemur aftur ("The Return of the King"). Í árunum 2001, 2002 og 2003 varð ein filmstriologi givin út, sum var grundað á bøkurnar. Ringanna Harri (filmstriologi). Ringanna Harri (á enskum: "Lord of the Rings") er ein filmstriologi, ið er gjørd eftir skaldsøguni eftir J. R. R. Tolkien av sama navni. Søgan gongur fyri seg í ævintýrheiminum Miðgarði. Filmarnir vórðu produseraðir undir leiðslu av Peter Jackson og útgivnir av New Line Cinema. Hetta er ein av dýrastu filmframleiðslum í søguni, við eini fíggjaætlan uppá 270 milliónir amerikanskar dollar, projektið vardi meir enn átta ár og filmingin fór fram í Nýsælandi, heimlandi Peter Jacksons. Ringanna Harri var ein stór fíggjarlig suksess og filmarnir liggja sum nr. 11, 5 og 2 á listanum yvir filmar við flest inntøkum. Filmarnir hava tilsamans vunnið 17 Oscars. Filmarnir. Filmarnir komu út í tíðarskeiðinum 2001-2003. Aberdeen International Football Festival. Aberdeen International Football Festival er ein fótbóltsstevna í Aberdeen í Skotlandi, sum er hvørt summar í juli. Stevnan byrjaði í 1981. Stevnan er fyri børn og ung í aldrinum 14-16 ár. Luttakararnir koma úr ymiskum londum. Føroyar hava luttikið fleiri ferðir. Í 2006 vann ungdómslandsliðið Føroyar U15 kappingina fyri dreingir 14, meðan Føroyar U17 vann silvur. Ringanna Harri - Ringliðið (filmur). Filmurin Ringanna Harri: Ringliðið (enskt: "The Lord of the Rings: The Fellowship of the Ring") er fyrsti partur av trilogiini ið er bygd á bókina hjá J. R. R. Tolkien av sama navni, produseraður av Peter Jackson. Dunnuheimurin hjá Disney. Dunnuheimurin hjá Disney er eitt óalment heiti, ið stundum verður brúkt um ævintýrheimin, ið umfatar Dunnald Dunnu og familju hansara, vinir og fíggindar í Dunnuvík og aðrastaðni. Persónar. Persónar í søgunum og árið sum teir fyrst komu fram. Havnar Svimjifelag. Havnar Svimjifelag (stytt HS) er føroyskt svimjifelag við heimstaði í Havn. Felagið varð stovnað 8. september 1938. Músvákur. Músvákur (frøðiheiti - "Buteo buteo") er miðalstórur ránsfuglur, umleið sum veiðifalkur ella ravnur til støddar. Sum spurvaheykur, so er músvákur vanligur í skógarlendi í Evropa og Asia, men best dámar honum at vera á víðilsi í smáum lundum, tí hann tekur mest mýs. Í hesi øldini er hann komin víðari um í Norðuratlantshavi, og hann er vorðin búfuglur í Ytru Suðuroyggjum og er ikki óvanligur í Orknoyggjum. Í Hetlandi er hann framvegis javnan gestur. Líkt er til, at músvákur úr Noreg og Svøríki er ikki so nógv á okkara leiðum, sum nógvir aðrir ránsfuglar her norðuri. Slagið vil, so leingi sum gjørligt, sleppa undan at flúgva um havið. Á flogi síggjast veingirnir at vera breiðir og heldur langir. Velið er breitt og stutt. Høvdið er breiðvaksið og kubbut eftir støddini á fuglinum. Tá ið hann sveimar, og veingirnir eru eitt sindur hevjaðir, er hann ikki lítið átøkur ørn. Hann kann vera torførur at kenna frá býváki og fjallváki. Óheppið er at nýta litin og litsetingina sum eyðkenni at greina músvák eftir, av tí at fuglarnir eru so ójavnir á liti. Summir eru ljósir, aðrir heilt dimmmorreyðir. Hann er oftast dimmur undir kvørkrunum og hevur ljósa rond um kjósina. Hann er vanliga dimmur um liðirnar kanska allan búkin. Upp undir vongin síggjast flogfjaðrarnar og velfjaðrarnar, mest oman á velinum, tætt hjá at vera settar við smølum tvørrípum. Velbrún ørn. Velbrún ørn (frøðiheiti - "Aquila pennata", "Hieraaetus pennatus") Grýtissmyril. Grýtissmyril ella Tornfalkur (frøðiheiti - "Falco tinnunculus") líkist nógv smirli, menn kennist frá honum av tí, at hann er meira reyðbrúnur omaná og hevur longri vel. Flogið hevur hann lætt og vakurt; ofta hongur hann stillur og veipar í luftini. Sjáldan gevur hann seg eftir fuglum; mest etur hann mýs og ormar. Í Føroyum vita menn hann sera sjáldan vera sæddan; men vist er tað, at hann fleiri ferðir hevur verið kendur fyri smiril. Veiðifalkur. Veiðifalkurin (frøðiheiti: "Falco rusticolus") er eina størstur av falkum. Hann eigur einans norðuri í kuldalondum. Liturin er ymissur, broyttur eftir landinum. Í Grønlandi er hann hvítur við nøkrum dimmum smáblettum á bakinum. Í Íslandi er hann hvítur um høvd og bringu, annars ljóst grásprøklutur. Í Noregi og aðrastaðni er hann høvuðsvartur og dimt sprøklutur. Hann eigur í homrum høgt til fjalls. Ofta sæst hann sita har og stara eftir fongi - eyguni hevur hann avbæra góð - so strýkur hann avstað eftir einum fugli, slær hann niður við vongknúgvanum, ella skræðir hann við nevi og klóm. Í fuglabjørgunum ger hann ræðuligt herverk. Morgun og kvøld er hann á ferð, tekur ein lomviga ella lunda, tægar hann sundur og etur so tað besta burtur úr honum. Um veturin heldur hann seg helst fram við sjónum, tí har er mest at veiða. Í gomlum døgum høvdu kongar og ríkir høvdingar tamar falkar, sum vóru vandir til at taka flúgvandi fugl og bera teimum. Nú er tað avlagt í Evropa, men summstaðni í Asia veiða menn enn við falkum. Áður kom veiðifalkur ofta til Føroyar, nú sæst hann sera sjáldan, orsakin er tann, at hann er fækkaður nógv í Íslandi. Ferðafalkur. Ferðafalkur (frøðiheiti - "Falco peregrinus") er um allan heim. Ferðafalkur er størri enn smyril, minni enn veiðifalkur. Av tí at bøgan og stegin eru ólík á stødd, er skjótt at fara skeivur báðar vegir, tá ið hann verður greindur. Hann tykist upp aftur kropp størri enn smyril, velið er heldur styttri. Veingirnir eru spískir, men teir eru breiðir inn at kroppinum. Gamli fuglurin er lættur at greina, helst tætt hjá, tá ið væl ber til at síggja litir og litsetning. T.d. týðuligi liturin niður á knokkin og breiði liturin niður undan eygunum gera allan munin. Í Norðuratlantshavi er hann spjaddur um í skotsku oyggjaflokkunum sum búfuglur. Her eigur hann eisini við fuglabjørg, og tá tekur hann helst havhest. Sæst hann í Føroyum og í Íslandi, er hann flytifuglur, komin úr Skotlandi ella norðanífrá. Kári P. Højgaard. Kári Páll Højgaard (føddur 21. juli 1951 á Strondum) er føroyskur politikari, valdur á Føroya Løgting í 2001 fyri Sjálvstýrisflokkin. Frá 2011-13 var hann innlendismálaráðharri. Kári er limur í Útnorðurráðnum, har hann eisini var formaður í tíðarskeiðnum 2008-09 og aftur í 2011-12. Hann hevur verið annar fasti limurin í Norðurlandaráðnum. Áðrenn hann gjørdist politikari arbeiddi hann sum postmaður í Eysturoynni frá 1971, áðrenn tað var hann nøkur ár til skips. Hann er giftur við Simonu, fødd Eliasen úr Fuglafirði, tey eiga seks børn. Landsstýrismaður í innlendismálum 2011 - 2013. Kári P. Højgaard var innlendismálaráðharri í Aðru stjórnini hjá Kaj Leo Holm Johannessen frá 14. september 2011 til 5. september 2013. Løgmaður loysti hann úr starvi eftir at mikið rok hevði verið um Eysturoyartunnilin, sum Kári P. Højgaard hevði ætlanir um at lata danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) gera fyri pensjónspening úr Danmark, frá PensionDanmark. Rokið stóð eitt nú av, at sáttmálin var loyniligur, og av ymiskum upplýsingum ið komu út til fjølmiðlarnar. Møtstøða var eisini um at yvirskotið av tunnilspengunum fór av landinum, onkur nevndi talið 3 milliardir. Landsstýrismaðurin hevði fingið heimild í 2010 til at føra samráðingar við privat feløg um at byggja undirsjóvartunlar, tað var áðrenn Kári P. Højgaard kom í landsstýrið. Avtalan við CIP skuldi eftir ætlan undirskrivast 27. juni 2013, men løgmaður valdi í staðin at løgtingið skuldi sleppa at taka støðu til verkætlanina. Innlendismálaráðið gjørdi tí eitt lógaruppskot, sum varð lagt fyri løgtingið. Trupulleikin var, at av tí at sáttmálin var loyniligur, so kendu løgtingslimir ikki til innihaldið í sáttmálanum. Teir kundu undirskriva eitt trúnaðarskjal, har teir lovaðu ikki at siga nakað um innihaldið í sáttmálanum við nakran. Bert ein tingmaður tók av og læs sáttmálan, tað var Janus Rein. Tað varð avtalað við CIP, at sáttmálin skuldi undirskrivast 31. august 2013, men tá dagurin kom, bleiv sáttmálin ikki undirskrivaður, tí mett varð ikki at meiriluti var fyri lógaruppskotinum. Av tí at sáttmálin ikki bleiv undirskrivaður 31. august, skuldi CIP fáa 1 millión í endurgjaldið, tað var sambært avtalu. 5. september 2013 valdi løgmaður at loysa Kára P. Højgaard úr starvinum sum innlendismálaráðharri, og tók sjálvur við til nýggjur innlendismálaráðharri er settur. Løgmaður segði orsøkina vera politiskt órógv. Løgtingslimur. Hann varð varamaður á Føroya Løgtingi frá 26. Februar 2001 til 30. apríl 2002. Løgtingsmaður frá 30. apríl 2002. Formaður Sjálvstýrisfloksins. Hin 9. apríl 2015 varð kunngjørt á tíðindafundi, at Kári P. Højgaard tók seg aftur sum formaður Sjálvstýrisfloksins, nýggjur formaður gjørdist Jógvan Skorheim, sum eisini var borgarstjóri í Klaksvík. Kári helt tó fram sum løgtingsmaður og ætlaði eisini at stilla upp til løgtingsvalið 2015. Býráðslimur og varaborgmeistari. Kári P. Højgaard var býráðslimur í Runavíkar Býráð 1989-2008. Hann var varaborgarstjóri í tíðarskeiðnum 2005-08. Hann stillaði ikki upp aftur til býráðvalið í 2008. Ávísing úteftir. Højgaard, Kári P. Mikkjal Sørensen. Mikkjal Sørensen (føddur 18. juni 1956 í Porkeri) er føroyskur politikari, og var í 20 ár fram til 2005 stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Hann er bygdaráðsformaður í Porkeris Bygdarráð. Hann hevur fleiri ferðir siti á Føroya Løgtingi sum varaumboð fyri Javnaðarflokkin. Hann møtti fast fyri Jóannes Eidesgaard í tíðarskeiðnum 1991-1994 og fyri Hans Paula Strøm frá 4. februar 2008 til 13. juli 2009. Hildur Vestergaard. Hildur Vestergaard (fødd 1968, uppvaksin í Vági) er ein føroyskur politikari. Hon var borgarstjóri í Sumbiar kommunu frá 2009 til 2012. Hon varð vald í Sumbiar býráð til kommunuvalið í november 2008. Hildur er uppvaksin í Vági, men giftist til Sumbiar og hevur búð har síðan. Annika Olsen. Annika Olsen (fødd 13. mars 1975) er føroyskur politikari, landsstýriskvinna, fyrrverandi býráðslimur og fyrrverandi landsliðs svimjari. Annika Olsen leyp úr býráðspolitikki í Løgtingi í 2008, og í 2014 úr Løgtingi í Tinganes, í sessin sum landsstýrikvinna í innlendismálum. Hetta árið, Annika Olsen hevur verið løgtingslimur, hevur hon verið einasta kvinna í sínum flokki á tingi. Annika er uppvaksin í Vági, hon er dóttir fyrrverandi skúlastjóra Jákup Olsen og Marnu Olsen (fødd Holm). Annika Olsen var landsstýriskvinna í almannamálum og varaløgmaður frá november 2011 til sep. 2015. Hon var landsstýriskvinna í innlendismálum frá 26. september 2008 til november 2011. Annika varð vald á Føroya Løgting til løgtingsvalið í 2008 fyri Fólkaflokkin. Áðrenn Olsen varð vald inn á Føroya Løgting, var hon býráðslimur í Tórshavnar býráð 2004 til 2008. Tá hon sat í býráðnum, var hon m.a. talskvinna fyri at býta landið sundur í bert fýra kommunur. Hon er útbúgvin Cand.mag. í Norðurlendskum bókmentum og máli (høvuðslærugrein) við religión sum síðufak. Hon hevur undirvíst á Føroya Handilsskúla 2001 til 2007 og á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði og á Føroya Læraraskúla 2007 til 2008. Hon var góður svimjari sum barn og ung, hon svam fyri Vágs Svimjifelag, sum nú er lagt saman við Tvøroyrar Svimjifelag til Susvim. Annika svam eisini á føroyska svimji landsliðnum, m.a. til Oyggjaleikirnar í 1989 og 1991. Hon og Jakob Horn eiga tveir synir. Landstýriskvinna og løgtingslimur. Annika Olsen er landsstýriskvinna í almannamálum og varaløgmaður frá november 2011. Hon var landsstýriskvinna í innlendismálum frá 26. september 2008 til november 2011. Annika varð vald á Føroya Løgting til løgtingsvalið í 2008 fyri Fólkaflokkin, áðrenn tað var hon virkin í býráðspolitikki, hon var býráðslimur í Tórshavnar Býráð frá 2004-08. Hin 9. september 2015 fór hon úr Fólkaflokkinum, tí at hon og floksleiðslan ikki drógu somu línu, sambært henni sjálvari. Eitt heilt stutt skifti var hon limur í Framsókn. Hin 4. februar 2016 gjørdist hon aftur limur í Fólkaflokkinum, tað boðaði flokkurin frá á tíðindafundi. Býráðslimur. Áðrenn Annika varð vald inn á Føroya Løgting, var hon býráðslimur í Tórshavnar býráð 2004-08. Hon var limur í Havnanevndini og Mentanarnevndini. Hon var vald inn fyri Fólkaflokkin, sum var í andstøðu hetta valskeiðið. Útbúgving og undirvísingarstørv. Annika er útbúgvin Cand.mag. í Norðurlendskum bókmentum og máli (høvuðslærugrein) við religión sum síðufak. Hon hevur undirvíst á Føroya Handilsskúla 2001-07 og á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði og á Føroya Læraraskúla 2007-08. Landsliðssvimjari. Annika var góður svimjari sum barn og ung, hon svam fyri Vágs Svimjifelag, sum nú er lagt saman við Tvøroyrar Svimjifelag til Susvim. Annika svam eisini á føroyska svimjilandsliðnum, m.a. til Oyggjaleikirnar í 1989 og 91. Hon gjørdist nummar 3 í 200 m bringu og nummar 3 í 4x50m blandað saman við Rúnu Poulsen, Anniku Anthoniussen og Duritu Dahl Djurhuus. Hon svam eisini 8x50m blandað fyri menn og kvinnur, tey gjørdust nummar tvey. Kvinnurnar vunnu eisini bronsu í 4x100m frí, tað gjørdu tær við tíðini 4:16.76. Pauli Øssursson Mohr. Pauli Øssursson Mohr (føddur 12. oktober 1991) er føroyskur svimjari úr Fuglafirði. Pauli svimur fyri Havnar Svimjifelag og fyri Føroyar. Til mars 2010 svam hann fyri Fuglafjarðar Svimjifelag. Pauli hevur fleiri ferðir sett met í 50 m bringu. Hann var fyrsti føroyingur sum svam 50 m bringusvimjing á stuttbana undir 29 sekund, tað gjørdi hann tá hann setti nýtt føroyskt met í 50 m bringu á SMS Stevnu í Havn 15. apríl 2012 við tíðini 28.87. Luttók á Europameistara stevuni á langgeil 2010 - Føroyskt met. Tveir føroyingar luttóku til EM 2010 í Budapest á langbana, tað vóru Pauli Øssursson Mohr og Pál Joensen. Pauli svam í trimum kappingum: 50 m firvald, 100 m frí og 50 m bringu. Pauli betraði sítt persónliga met í øllum greinunum, sum hann svam í, og so setti hann eitt nýtt føroyskt met í 50 m bringu við tíðini 31.39. Tað var Dánjal Martin Hofgaard úr Vági, sum átti gamla metið, sum var 32.36. Oyggjaleikir 2009. Pauli Øssurson Mohr var ein av føroysku svimjarunum, sum luttóku til Oyggjaleikirnar á Álandi í 2009. Pauli vann eitt gull heiðursmerki fyri Føroyar, tvey silvur og eitt bronsu. Bronsuna vann hann í 50 m frí við tíðini 23.33. Gull vann hann í 4x50m blandað. Silvur vann hann í 4x100m blandað og í 4x100m frí. Vann gullnál. At vinna gullnál er størsti heiðurin, sum ein svimjari kann vinna í Føroyum. Hetta megnaði Pauli Øssursson Mohr til Føroyameistarastevnuna 2009, tá hann svam 50 m frí í tíðini 23.44, sum var nýtt føroyskt met. Hann betraði sjálvur fleiri ferðir hetta metið í 2009, men Pál Joensen tók metið til Oyggjaleikirnir á Álandi summarið 2009. Pauli Øssurson Mohr er triði svimjarin, sum vinnur gullnál til Fuglafjarðar Svimjifelag. Hini bæði sum hava vunnið gullnál til felagið eru Elspa Mørkøre og Kári á Høvdanum. Åre Gamla kirkja. Åre Gamla kirkja (svenskt: "Åre gamla kyrka") er ein gomul stein- og trækirkja í Åre í Svøríki frá umleið 1100. Hon hevur verið í gerð í 900 ár. Ringanna Harri - Tey bæði tornini (filmur). Filmurin Ringanna Harri: Tey bæði tornini (enskt upprunaheiti: "The Lord of the Rings: The Two Towers") er annar partur av trilogiini ið er bygd á bókina hjá J. R. R. Tolkien av sama navni, produseraður av Peter Jackson. Ringanna Harri - Kongurin kemur aftur (filmur). Filmurin Ringanna Harri: Kongurin kemur aftur er triðji partur av trilogiini ið er bygd á bókina hjá J. R. R. Tolkien av sama navni, produseraður av Peter Jackson. Stavanger. Stavanger er tann fjórstørsti býurin í Noregi og ein mentanar býur. Býurin hevur 143 691 íbúgvar (). Býurin er eyðkendur millum annað fyri træhúsini, stóru frábrigdini í landslagnum og fyri breiða úrvalið av handlum. Økið kring Stavanger hevur eina fjølbroytta og vakra náttúru við høgum fjøllum og langum fjørðum. Stavanger hevur níggju býarpartar, sum eru Finnøy, Rennesøy, Tasta, ‘Eiganes og Våland’, ‘Madla og Kvernervik’, Storhaug, Hundvåg, Hillevåg og Hinna. Stavanger varð bygdur í 1125. Stavanger er einnig eigið kommuna sem liggjur að Randaberg kommune í norðri, Sola kommune í vestri, Strand kommune í austri og Sandnes kommune í suðri. Býarpartar i Stavanger Orlando Bloom. Orlando Jonathan Blanchard Bloom (* 13. januar, 1977 í Canterbury, Kent, Onglandi) er ein bretskur sjónleikari, sum er best kendur fyri sín leiklut sum Legolas í Peter Jacksonsa filmstrilogi, "Ringanna Harri" og sum "Will Turner" í Pirates of the Caribbean. Tann 21. juli 2010, giftist hann við Mirandu Kerr. Christopher Lee. Sir Christopher Lee, borin "Christopher Frank Carandini Lee" tann 27. mai 1922 í London, deyður 7. juni 2015 er ein bretskur sjónleikari við eini langari teatur- og filmskarrieru á baki. Christopher Lee fekk útbúgving á ensku skúlunum Eton og Wellington College, áðrenn hann gjørdist soldátur, fyrst sum sjálvboðin á finsku síðuni í Finsk-Sovjettiska Vetrarkrígnum, síðan í bretska flogvápninum undir seinna veraldarkríggi. Karriera. Eftir kríggið byrjaði hann sjónleikarakarrieru sína. Hansara filmsdebut var í Corridor of Mirrors frá 1948, og síðan hevði hann nógvar leiklutir í ræðu- og krimifilmum, m.ø. Dracula, Frankenstein og James Bond. Eisini hevur hann havt nógvar leiklutir í sjónvarpsfilmum og serium. Christopher Lee hevur eina djúpa, myndiga rødd og dámar væl at syngja opera. Hann tosar fleiri mál og hevur m.a. eisini lagt týska rødd til danska filmin Valhalla frá 1986. Familja. Christopher Lee stavar frá aðalsættini Carandini og er í familju við Ian Fleming, sum skrivaði bøkurnar um James Bond. Hann hevur síðan 1961 verið giftur við donsku eksmodellini Birgit Krøncke og eigur eina dóttur, Christina Erika Lee. Í 2001 bleiv hann útnevndur til "Commander of the Order of the British Empire" av bretsku drotningini. Christopher Lee hevur havt leiklutir í 266 filmum síðan 1948, og bleiv sligin til riddara í 2009. Ian McKellen. Sir Ian Murray McKellen (* tann 25. mai 1939 í Burnley, Lancashire, Onglandi) er ein bretskur sjónleikari, sum er kendur fyri sínar leiklutir sum Gandálvur í Peter Jacksonsa filmatisering av triologiini hjá J. R. R. Tolkien um Ringanna Harra, Magneto í Bryan Singersa trilogi um X-Men og Sir Leigh Teabing í Ron Howardsa The Da Vinci Code. Han er eisini kendur fyri sínar leiklutir á palli og í 1979 bleiv hann upptikin í Order of the British Empire og í 1991 bleiv hann sligin til riddara. Viggo Mortensen. Viggo Peter Mortensen Jr. (borin í heim tann 20. oktober 1958 á Manhattan, New York City) er ein amerikanskt-danskur oscartilnevndur sjónleikari, tónleikari, yrkjari, málari og myndamaður. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut sum Aragorn í filmunum Ringanna Harri í 2001, 2002 og 2003. Viggo Mortensen varð borin í heim í New York men búði á barnaárum sínum eisini í bæði Argentina, Venesuela og Danmark. Mamma hansara er amerikanari meðan pápin er dani. Han hevur tveir beiggjar, Walter og Charles Mortensen. Hann var í 10 ár giftur við sjónleikarinnuni Exene Cervenka og saman eiga tey sonin Henry Mortensen. Alec Guinness. Sir Alec Guinness, CH, CBE (* 2. apríl 1914 í London í Englandi sum "Alec Guinness de Cuffe" – † 5. august 2000 í Midhurst, West Sussex í Englandi) var ein bretskur sjónleikari. Privatlív. Alec Guinness hevur verið settur í samband við Guinness-familjuna í Írlandi, sum er kend fyri ølslagið av sama navni, men tað var ein skotskur bankamaður, Andrew Geddes, ið betalti fyri privatskúlan hjá Aleci, og til sín doyggjandi dag, fekk Alec ongantíð at vita hvør pápi hansara var. Hetta, at vera eitt óekta barn, var nakað ið nívdi Alec Guinness alt hansara lív. Í 1938 giftist Alec Guinness við listakvinnuni, dramatikaranum og sjónleikarinnuni Merulu Sylviu Salaman (*16 October 1914 – † 18 October 2000), og í 1940, fingu tey sonin Matthew Guinness, ið seinni gjørdist sjónleikari. Merula Salaman var uppdrigin í jødisku trúnni. Rithøvundurin av 'officiellu' ævisøgu (biografi) Alec Guinnessar, Piers Paul Read, viðurkennir at helst var Alec kynsliga drigin at báðum kynum (bi-seksuellur) http://news.bbc.co.uk/2/hi/entertainment/1280093.stm, og skal hetta, saman við afturvendandi tunglyndi (depressión), vera ein av orsøkunum til at Alec og konan konverteraðu til katolocismuna í 1956, við tí endamáli at fáa ein "fastan andaligan grundvøll" at standa á. Alec Guinness eigur 2 abbadøtrar, tann eldra av teimum, Sally Guinness er eisini sjónleikari. Karriera. Alec Guinness arbeiddi fyrst fyri eina lýsingarfyritøku. Hann fekk sína debut á palli í the Albery Theatre í 1936 tá hann var 22 ára gamal, har hann hevði leiklutin sum Osric í John Gielgudsa væleydnaðu uppseting av "Hamlet". Hann hevði ein taluleysan leiklut sum Walk-on í filminum Evensong í 1934; men sína veruligu filmsdebut fekk hann í Great expectations í 1946. Alec Guinness fekk í 1957 ein Oscar fyri sín leiklut sum "oberstloytnantur Nicholson" i filminum "The Bridge on the River Kwai". Í 1980 fekk hann ein heiðurs-Oscar fyri langa filmsvirksemi sítt. Í 1959 bleiv hann útnevndur til Knight Bachelor, og harvið sligin til riddara. Hann hevur fingið eina stjørnu á Hollywood Walk of Fame. Á eldru árum sínum, fekk Alec Guinness eitt nýtt ættarlið av fjepparum vegna sín leiklut sum Obi-Wan Kenobi í tí upprunaligu Star Wars triologiini. Alec Guinness gav í 1985 út sjálvævisøguna "Blessings in Disguise", og í 1996 og í 1999 komu eftirfylgjarnir "My Name Escapes Me" og "A Positively Final Appearance". Alec Guinness las eisini sjálvur allar tríggjar bøkurnar inn sum ljóðbøkur. Café natúr. Café natúr í Havn er ein café sum liggur við Áarvegin. Adressan er Áarvegur 7 FO-100 Tórshavn. Café natúr hevur av og á Pub Quiz, sí heimasíðuna Christopher Hitchens. Christopher Eric Hitchens (føddur 13. apríl 1949; d. 15. desember 2011) var ein enskur-amerikanskur rithøvundi og tíðindamaður. Hansara bøkur, stuttsøgur og journalistiska yrkisleið fevnur um meira enn fýra áratíggju. Hann hevur skrivað klummur og bókmentakritik hjá "The Atlantic", "Vanity Fair", "Slate", "World Affairs", "The Nation", "Free Inquiry", og bleiv korðin media fellow av Hoover stovninum í September 2008. Hann er ofta í ymiskum sjónvarpsendinum og tilstaðar í ymiskum litterrum samkomum og varð í 2008 valdur at verða heimsins fimt mest top almenni intelektuelli persónur í einari Prospect/Foreign Policy atkvøðugreiðslu. Kendur fyri sína hávirðing av George Orwell, Thomas Paine, og Thomas Jefferson, og fyri sera harða kritikk av millum onnur, Móður Teresu, Bill og Hillary Clinton, og Henry Kissinger, hansara konfronterandi kjakstílur hevur gjørt hann til bæði vældámdan og kontroversiellan figur. Sum politiskur eygleiðari, polemikari og politiskur radikalur persónur, bleiv hann kendur sum eitt fast punkt á útgávum á vinstra vonginum í hansara heimlandi England og í USA. Hann fór vekk frá tí etableraða politiska vinstra vonginum í 1989 aftaná tað hann kallaði tí "lunkaðu reaktiónina" hjá Evropeiska vinstra aftaná at Ayatollah Khomeini sendi eina "fatwā", ið heitti á at Salman Rushdie skuldi verða dripin. Álopið tann 11. September 2001 strykti hansara fatan og meiningar um ein iterventionalistiskan uttanríkispolitik og hansara kritikk av tí hann kallaði "fasisma við einum Islamiskum andlitið." Í Mai 2009, vísti Hitchens áhuga í at "God is Not Great" varð gjørdur til ein dokumentarsending, ið skuldi verða "harðari og stuttligari" enn filmurin "Religulous" frá 2008 frá Bill Maher. YouTube Brandur Sandoy. Brandur Sandoy í Old Boys finaludysti 2010. Brandur Sandoy (f. 23. apríl 1973) er føroyskur politikari. Hann er varalimur á Føroya Løgtingi, hann gjørdist triði eykavaldi hjá Fólkaflokkinum við Løgtingsvalið 2011, og kom inn sum tinglimur, eftirsum flokkurin kom í samgongu og fekk trý landsstýrisfólk. Frá 2011 til 2015 er hann limur í Løgtingsins rættarnevnd. Brandur er eisini borgarstjóri í Sands kommunu. Hann bleiv valdur í Sands Bygdarráð í november 2008 og gjørdist bygdarráðslimur 1. januar 2009. Tann 27. oktober 2009 varð hann valdur til borgarstjóra. Páll á Reynatúgvu var borgarstjóri á Sandi áðrenn tað. Brandur Sandoy er bóndi og hevur festi Inni í Dal, sum eitur Skemmugarður. Fyrrverandi B71 leikari. Brandur Sandoy er eisini fyrrverandi fótbóltsleikari við B71. Hann spældi barna og ungdómsárini við B71 og sum vaksin spældi hann sum oftast á næstbesta liðnum, men onkuntíð eisini á besta liðnum. Fótbóltsmet - Fleiri minuttir í UEFA enn heima. Brandur Sandoy eigur eitt met innan fótbólt. Fótbóltsblaðið Liechtli skrivaði grein um Brandur Sandoy í einari útgávu í 2005. Greinin nevnist "A Faroe Tale". Sambært greinskrivaranum eigur Brandur eitt met. Brandur er tann leikarin í Europa sum hevur spælt fleiri minuttir einum UEFA dysti enn hann hevur leikt við besta liðnum hjá felagnum í heimlandinum. Hann leikti tveir dystir við B71 móti FC Apoel Nicosia úr Kypros, tvs. tvær ferðir 90 minuttir sum er 180 minuttir, og sama ár og árið fyri (1995 og 96) leikti hann samanlagt bert 100 minuttir á besta liðnum hjá B71, sum tá leikti í bestu deildini. Helgi Dam Ziska. Helgi Dam Ziska (føddur 26. juli 1990 í Havn) er til nú (2016) besti føroyski telvarin nakrantíð. Hann er einasti føroyingur, ið hevur vunnið sær stórmeistaraheitið. Tað gjørdi hann á Talvolympiaduni 2016 í Baku, tá ið hann vann á Jose Daniel Gemy úr Bolivia. Lívsleið innan talv. Helgi byrjaði at telva sum smádrongur. Tá ið táverandi heimsmeistarin í talvi, Garry Kasparov, vitjaði í Føroyum, var Helgi 10 ára gamal og longu sera áhugaður í talvi. Helgi var líka við at súkkla á heimsmeistaran, tá ið Karparov og táverandi føroyski mentamálaráðharrin Tórbjørn Jacobsen og táverandi formaður í Talvsambandi Føroya gingu yvirum vegin Niels Finsensgøtu við Viðarlundina í Havn. Helgi vann unglinga FM í talvi í 2004, tá var hann 13 ára gamal. Hann segði í samrøðu við Suna Merkisstein í útvarpssending hjá Kringvarpi Føroya, at hann minnist, at hann tá hevði sagt við Tórð Mikkelsen hjá Kringvarpinum, at hann setti sær sum mál at gerast altjóða stórmeistari í talvi. Tveir av vinmonnum hansara, ið sótu beint við, hildu hann vera øran í høvdinum at seta sær so høg mál. Í august 2013 vann Helgi sín fyrsta GM norm, tá hann luttók í kapping í Riga í Lettlandi. Tað var fyrsta stigið á leiðini móti stórmeistaraheitinum, fyri at gerast stórmeistari skuldi hann vinna GM normin tríggjar ferðir. Ongin annar føroyingur hevur nakrantíð vunnið henda normin fyrr, so Helgi skrivaði søgu í føroysku talvsøguni við at gerast fyrsti føroyingur nakrantíð, ið hevur vunnið ein GM norm í talvi. Tá ein dagur var eftir av kappingini í Riga, hevði Helgi fingið 5,5 stig, vunnið trý talv og spælt fimm ferðir javnt. Hetta var nokk til at tryggja honum fyrsta GM normin. Gott trý ár seinni eydnaðist tað Helga at vinna stórmeistaraheitið. Tað hendi á Talvolympiaduni 2016 í Baku, tá ið hann vann á Jose Daniel Gemy úr Bolivia. Talv-OL 2016 í Baku. Í 2016 luttók Helgi Dam Ziska á Talvolympiaduni í Baku saman við John Rødgaard, Jóan Hendrik Andresen og Sjúrður Thorsteinsson. Føroyar vunnu 3-1 á Suðursudan. Føroyar fingu eitt stig í dystinum móti Bulgaria. Helgi Dam Ziska og John Rødgård telvaðu javnt á ávikavist 1.- og 2. borði, Helgi fekk remis ímóti Veselin Topalov, ið júst tá var nummar tíggju í heiminum og fyrrverandi heimsmeistari. John Rødgård fekk við svarta fólkinum eisini remis móti øðrum sterkum stórmeistara. Føroyar vunnu 3½-½ á Jersey í triðja umfari á talvolympiaduni. Vann smálandakapping í 2016. Í apríl 2016 luttók Helgi í smálandakapping í Luksemborg fyri einstaklingar. Kappingin nevndist á enskum: European Small nations Individual Chess championship 2016. Tað var eitt umboð fyri hvørja smátjóð í Evropa, ið luttóku, umframt at vertstjóðin hevði ein eyka telvara og so var ein eyka ið kom við uppá eitt wild card. Allir telvaðu móti øllum. Tá ið eitt umfar var eftir, lá Helgi á odda við einum hálvum stigi. Seinasta dagin vann hann sítt talv og endaði kappingin tí við, at Helgi vann einstaklingatalvkappingina. Helgi verður tí við í World Cup 2017 í Tbilisi í Georgia, har tað verður kappast um rættin at bjóða heimsmeistaranum í talvi av. Áðrenn kappingina hevði Helgi ratingtalið 2539, og eftir kappinga var ratingtalið 2542. Talv OL 2014 í Tromsø. Helgi luttók á Talv OL í Tromsø í august 2014. Áðrenn kappingin byrjaði hevði Helgi 2507 stig og heitið IM. Hann hevði møguleikan at fáa stórmeistaraheitið á Talv-OL 2014. Hinir á føroyska talvlandsliðnum, sum luttóku á talvolympiaduni vóru: IM John Arni Nilssen (2322), IM John Rødgaard (2361), Olaf Berg (2320) og føroyameistarin frá Talv-FM 2014, Høgni Egilstoft Nielsen (2256). Finnbjørn Vang var ferðaleiðari. Áðrenn Talv-OL 2014 byrjaði, var føroyska liðið styrkismett sum nummar 72 av 178 liðum. Smálandakapping í Monako 2013. Smálandakapping var í talvi í Monako síðst í november 2013. Føroyska liðið fekk eina góða byrjan við at vinna 3-1 á Luksemburg 25. november. Helgi vann greiðan sigur við hvíta fólkinum á fyrsta borði móti Phillippe Leinster. Tann 26. november vunnu føroyingarnir 3½-½ móti Kypros. Talv OL 2012. Helgi Dam Ziska luttók á Talv-OL í Istanbul í september 2012. Teir fingu besta úrslit higartil, um hugt veður eftir, hvussu nógv prosent teir vunnu, teir vunnu 56% av leikunum, sum teir telvaðu. Føroyar endaði sum nummar 68 av 157 londum. Áðrenn kappingina var Føroyar mett til at vera á einum 74. plássi. Føroyar fekk í alt 24½ stig av 44 møguligum. Teir vunnu fimm dystir, taptu fýra og telvaðu tveir javnt. Helgi Dam Ziska (1. borð) var toppskjútti við 6½ stigi. Armenia vann kappingina. Helgi vann móti Abdalsalam Abubukr úr Sudan, Fancy Stuar úr Papua Ný Gunea, Blijstra Wim úr Hálendsku Antillunum, og móti Wynn Zaw Htun úr Myanmar. Helgi leikti javnt móti GM Mchedlishvili Mikheil úr Georgia, IM Dive Russell úr Ný Sælandi og móti Gruenfeld Yehuda úr Ísrael. Hinir føroyingarnir sum luttóku á Talv-OL 2012 vóru: IM John Arni Nilssen, IM John Rødgaard, Jóan Hendrik Andreasen og Rógvi Egilstoft Nielsen.Helgi gjørdist samanlagt nummar 96 av øllum telvarunum, um hugt verður at stigum og nummar 120 tá hugt verður at prosentum (hetta sæst á yvirlitið yvir topp-150 av bestu telvarunum á Talv-OL 2012, trýst á "According points" við "Best players"). Talv EM 2011. Helgi Dam Ziska luttók á Europameistara talv stevnuni í Frankaríki í apríl 2011. Helgi fekk sera góð úrslit og var líka við at vinna sær tittulin GM (Stórmeistari). Helgi gjørdist nummar 86 í Europa við 6,5 stigum, frammanfyri 80 stórmeistarar (GM) í Europa. Vinnari gjørdist Vladimir Potkin úr Russlandi við 8,5 stigum. Áðrenn kappingina var Helgi styrkismettur nummar 196 av 400 telvarum. Norðurlendskur meistari. Helgi Dam Ziska luttók í norðurlendskari talvkapping um norðurlandameistaraheitið í februar 2009. Helgi Dam Ziska vann kappingina við 5 stigum. Tað var sama stigatal sum svenski altjóða meistarin Erik Blomqvist, men hann vann tí hann hevði havt sterkari mótstøðu enn sviin. Ársins Telvari. Helgi Dam Ziska varð valdur til Ársins Telvara 2010, og var tað fjórða árið á rað, at hann fekk henda heiður. Ársins Ítróttarnavn í Føroyum. Helgi Dam Ziska vann heiðurin "Ársins Ítróttarnavn 2006", sum Kringvarpið skipaði fyri á hvørjum ári til 2009, tá svimjarin Pál Joensen hevði vunnið heiðurin trý ár á rað. Onnur sum vóru nomineraði í 2006 árið vóru: Heidi Andreasen, Elspa Mørkøre, Katrin Olsen og B36. Helgi var bert 16 ára gamal, tá hann vann heiðurin Ársins ítróttarnavn. Ársins átak. "Ársins átak" er ein heiður, sum kann latast á hvørjum árið á árliga Vinnudegnum, sum Vinnuhúsið og Føroya Arbeiðsgevarafelag skipa fyri. Heimasíðan hjá Vinnuhúsinum sigur m.a., at: "Umframt at velja Ársins Virki kann dómsnevndin velja at heiðra eitt virkið ella ein persón, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð." Høvuðsheiðurslønin sum verður latin á Vinnudegnum eitur "Ársins Virki". The Singer. The Singer er fimta fløgan hjá Teiti Lassen. Triðja fløgan á enskum. Útgivin á ((Arlo & Betty Recordings Ltd 2008)). Skeringar. 3. The Girl I Don't Know 4. We Still Drink the Same Water 10. Don't Let me Fall in Love With You 11. You Should Have Seen Us Let the Dog Drive Home. Teitur Lassen, Let the Dog Drive Home Lagt til rættis: Teitur Lassen & Tróndur Bogason Útgivin á Arlo & Betty Recordings 2. God, I Have so Many Things to Tell You 9. Let the Dog Drive Home 11. When I Had it All 12. All I Remember From Last Night is You Rýpa. Rýpa (frøðiheiti - "Lagopus"). Í grannalondum okkara liva nógv vill sløg av høsnaættini. Eitt av teimum er rýpan — fjallarýpan. Hon er samlitt við lendið, um summarið svørt og grá og morsprøklut, um veturin hvít við nøkrum svørtum fjøðrum í velinum. Føturnir eru lodnir niður á klógv. Støddin er sum á dúgvu. Hon livir uppi á fjøllunum nærindis ísi og kava. Tað er spakur fuglur og góðvarin; og tí at hon eisini smakkar væl, verður hon nógv skotin. Íslendingar selja ikki so lítið av skotnum rýpum til útlondini. Fleiri ferðir hevur verið roynt at sleppa teimum leysum í Føroyum — tiknar úr Íslandi, Grønlandi ella Skotlandi. Einans tær grønlendsku livdu. So sera tungfloygdar, sum tær eru, hava tær tó sæst í at siga øllum oyggjunum. Men einans í Norðuroyum hava tær hildið sær; og einki nørast tær í seinnu tíðini, so ikki kann væntast, at tær koma at hava nakað at týða her. Gjørðut høna. Gjørðut høna (frøðiheiti - "Alectoris rufa") Vaktil. Vaktil (frøðiheiti - "Coturnix coturnix") er til støddar sum ein lítil grælingur, men tjúkkari og bøllutari. Á liti er hann smátt flekkutur av brúnum, gulligum, reydligum og svørtum. Hann eigur víða um verð. Eini 50 (uml. ár 1900) ár herfyri søgdu gamlir føroyingar stundum frá einum fugli, sum allir høvdu hoyrt, men eingin hevði sæð. Millum jóansøku og ólavsøku hoyrdist hann í bønum láta:»pip, pip, pip«— tí varð hann summstaðni kallaður pippus — men eingin fekk eyga á hann. Tað var vaktil, málið er lætt at kenna. Í flokkum flýgur hann landanna millum; men har sum hann hevur tikið sær bústað fyri summarið, sæst hann ikki. Tú kanst ganga leingi eftir málinum og royna at reka hann á flog, men hann smýgur undan gjøgnum grasið, og veit altíð at taka leiðina hagar, sum tað er so sítt, at tað fjalir honum. Einir tveir vitast at vera funnir deyðir, og nakrar fáar ferðir eru reiðrini funnin í slóttutíð. Í seinnu tíðini er hann nógv fækkaður í Norður-Europa, og til Føroyar kemur hann bara okkurt hendinga summar. Trani. Trani (frøðiheiti - "Grus grus") líkist hegra í vakstrarlag, men er nógv størri. Hann er mest gráur við svørtum barka og reyðum, berum skalla. Hann eigur um mesta partin av Evropa og Vesturásia. Í Føroyum er hann bara sæddur einar tríggjar ferðir. Trani er av allarklókastu fuglum. Stundum koma nógvir saman og stuttleika sær við at leika og dansa. Tá hava teir altíð ein standandi burturfrá, til at skimast eftir, um nakar vandi er á veg. Tí trani er sera varin fuglur og reiðrast helst har, sum fólk minst kemur. Men tamdur trani verður sera alskin við húsfólkið og eltir ofta eigarmannin sum hundur. Summstaðni hava teir trana til at sita hjá neytum, og teir siga, at tað dugir hann líka væl sum klókastu hundar. Jarðarkona. Jarðarkona (frøðiheiti - "Rallus aquaticus") er heldur minni en akurskritt. Omaná er hon morflekkut; í neðra blágrá frá nevinum aftur undir hálva vongbrigðuna. Aftanfyri har er hon rondut svørt og hvít, ella svørt og bleikreyð, og undir velinum bara bleikreyð. Nevið heldur langt og nakað bogið, yvirnevið dimt, undirnevið reydligt. Hon eigur víða hvar í Norðurevropa; um heystið fer hon suður til heitari lond. Í Íslandi verður hon tó allan veturin og leitar sær til tær heitu keldurnar. Hon dugir bæði at svimja og kava. Eisini í Føroyum er hon alt árið. Men lítið sæst til hennara; náttarfuglur er hon, og tá ið hon onkuntíð kemur út um dagin, dugir hon væl at fara hulisliga at. Lítið ella einki sæst hon flúgva; men óføra kvik er hon til fóts; kemur fólk dáttliga fram á hana, rennur hon burtur, so lágt eftir jørðini, at hon tykist lík rottu. Bilsin var eg tí, tá ið eg eina ferð um summarið sá eina í síðum bø standa uppreista sum lundi, og við upptoygdum hálsi til at skimast út yvir grasinum. Mest tær eru sæddar man vera í fjósum og kjallarum, har tær smúgva sær inn tær køldu næturnar og so verða fangaðar av fólki um morgunin — eitt prógv fyri, at tær halda seg nær húsum, tó at tær ikki síggjast. Flestar eru tær um heystið og veturin; kann vera at meginparturin kemur úr Íslandi, men ivaleyst eiga tær eisini í Føroyum, tó at einki hoyrist um, at reiður er funnið. Lítil tjarnarsmetta. Lítil tjarnarsmetta (frøðiheiti - "Porzana parva") Sjógvhøna. Sjógvhøna (frøðiheiti - "Fulica atra") er dimmgrá á liti og nakað sum lomvigi til støddar. Nevið er hvítt og líkist nakað høsnanevi. Frá tí og niðan um eyguni liggur ein hvítur, berur og tjúkkur húðarlepi. Beinini eru grønlig; á táunum hevur hon stór bløð, so fólk sigur, hon er hálvur fitjufuglur. Og hon livir meir sum fitjufuglur enn sum klófuglur, heldur seg nógv á blotanum og dugir væl at svimja og kava. Reiðrið er stórt. Tað ger hon sær av steyri og sevstelkum, helst í vøtnum ella áum. Oftast stendur tað á botni, men stundum flýtur tað, og tá tjóðrar hon tað at áarbakkanum við longum stráum. Tað hendir seg, at hon ger tað uppi á turrum. Ungarnir, 6—12 í tali, svartir við reyðum høvdi, fara á vatnið, so skjótt teir eru útkomnir. Fyrsta veturin kennast teir frá hinum gomlu av tí, at teir eru hvítflekkutir í neðra. Sjógvhønan eigur víða hvar í Evropa. Føðin er ymis, ormar, kúvingar og kræklingar, fiskur, fræ og ber, vatnvøkstir og bløðrutari. Í Føroyum eigur hon ikki; her sæst hon mest inni á víkum og vágum um heystið og fyrra partin á vetri. Stundum verður hon borin heim at ala; við góðari viðgerð verður hon skjótt spøk og fólkaalskin, men livir ikki, uttan hon fær ein hyl at svimja í. Í Íslandi, Noregi og Svøríki er hon nógv nørd í seinnu árunum, og hvør veit, um hon ikki eisini kemur at eiga í Føroyum. Nevfatti. Nevfatti (frøðiheiti - "Recurvirostra avosetta") er ein stórur svartur og hvítur vaðfuglur í avocet og stilt familjuni, Recurvirostridae. Hann er 43 cm langur frá nevi til vel. Nevið boðar uppeftir og við tí leitar hann eftir føði í sjóvarmálanum, tað kann t.d. vera krabbadjór, fiskaegg, maðkar og algur. Fuglurin ynglar í Evropa og vestur og mið Asia. Hann er flytifuglur og býr tað mesta av vetrinum í Afrika og suður Asia. Nakrir fuglar flyta tó ikki um veturin og verða verandi í eitt nú suður Onglandi og suður Spania. Nevfatti er rættiliga vanligur at síggja um heystarnar við vaðahavið við vesturstrondina í Danmark. Mótsatt fleiri øðrum sløgum av vaðafugli, so sær man ofta henda fuglin svimja á sjónum, hann hevur nevniliga svimjihúð á klørnum. Vongsvørt vaðtritla. Vongsvørt vaðtritla (frøðiheiti - "Glareola nordmanni") Vípa. Vípa (frøðiheiti - "Vanellus vanellus") er til støddar nakað sum bládúgva. Hon hevur mangar litir, omaná mest morgrøn, framman dimmblá, í neðra hvít; vongurin er korkalittur oman fyri knúgvan og svartur ytst; undir velinum er hon vakurt brondut. Best kennist hon av tí langa toppinum á nakkanum. Tó at veingirnir eru kubbutir, er hon bæði lættfloygd og skjótfloygd; ofta ger hon knøpp køst og vendingar í flognum. Hon eigur víða um Europa og Asia. Eggini eru 4, grønlig ella brúnlig við svørtum blettum. Kemur fólk fram at reiðrinum, leikar hon í sum eitt ørt uttanum; hundar og krákur rýkur hon á uttan fyrilit. Í Føroyum síggjast tær stundum vár og heyst, borandi í bønum eftir sniglum og reyðmøðkum. Áður vistu menn so at siga einki um, at vípa hevði átt í Føroyum, nú í hesum seinnu árunum hevur tað ikki verið so sjaldsamt. Dámligt hevði tað verið, um hesin hugnaligi fuglur kom fyri álvara at byggja hjá okkum. Brandur Suðuroy. Brandur Magnussen Suðuroy (føddur 4. juli 1994) er føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari og áleypsleikari. Hann spælir við FC Suðuroy og við U19 landsliðnum hjá Føroyum. Hann hevur fyrr spælt við U17 og U15 ungdómslandsliðunum hjá Føroyum. Brandur spældi sín fyrsta dyst í bestu føroysku fótbóltsdeildini 22. august 2010, tá FC Suðuroy vann 2-1 á B36. Luttók í UEFA 2012 undankapping fyri U19 lið. Brandur Suðuroy luttók fyri Føroyar á U19 landsliðnum í EM undankapping. Føroyar vann ein dyst 4-0 móti San Marino, tapti 9-1 móti Portugal og tapti 3-1 móti Ungarn. Føroyar endaði næstniðast í bólkinum við 3 stigum, Portugal vann dystin við 7 stigum, Ungarn fekk eisini 7 stig og San Marino endaði niðast við ongum stigi. Luttók í UEFA 2011 undankappingini fyri U17 lið. Í 2010 spældi hann 3 dystir fyri Føroyar í UEFA undankappingini 2011 í Ungarn fyri dreingir U17. Dystirnir vóru móti Slovakia, sum vann 3-0, Ungarn, sum vann 2-0 og so spældu teir javn móti Andorra 0-0. Føroyar hevði betri málúrtøku enn Andorra og endaði tí sum nummar 3 av 4 liðum í bólki 10. a> 22. august 2010. FC Suðuroy vann dystin 2-1. Heini Bech. Heini Bech (føddur 21. juni 1990) er føroyskur fótbóltsleikari. Hann er úr Porkeri og spældi sum verjueikari á besta liðnum hjá FC Suðuroy, sum spældi í Vodafonedeildini í 2010 og 1. deild í 2011. Síðan flutti hann til Svøríkis at arbeiða og spældi tí ikki fótbólt í 2012. Útvortis ávísingar. Bech, Heini Kári í Lágabø. Kári í Lágabø (føddur 12. juni 1983 í Vági) er føroyskur fótbóltsleikari, verjuleikari og miðvallaleikari. Hann spælir við besta liðnum hjá FC Suðuroy, sum spælir í Effodeildini í 2012, í 1. deild í 2011 og Vodafonedeildini (sum besta deildin nevndist tá) í 2010. Í 2009 spældi Kári í Lágabø eitt skifti við føroyska fótbóltsfelagnum í Keypmannahavn, ÍF Føroyar. Hann spældi onkran dyst í Seriu 1, har hann eisini skoraði mál fyri ÍF Føroyar. Jónas Þór Næs. Jónas Þór Næs (føddur 27. desember 1986) er føroyskur fótbóltsleikari, verjuleikari og miðvallaleikari. Hann spælir við B36 í Effodeildini og fyri Føroyar (A-landsliðið). Jónas Tór hevur spælt við fleiri donskum, íslendskum og føroyskum fótbóltsfeløgum. Útvortis ávísingar. Næs, Jónas Tór Næs, Jónas Tór Næs, Jónas Tór Símun Samuelsen. Símun Eiler Samuelsen (føddur 21. mai 1985 í Vági er føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari. Hann spælir í løtuni (2010) við HB og við føroyska A-landsliðnum. Símun spældi í fimm ár í Íslandi við fótbóltsfelagnum Keflavík. Eitt tíðarskeið í 2007, meðan hann spældi í Íslandi, varð hann lántur út til norska felagið Notodden. Barndómsfelagið hjá Símun var VB. Lógv. Lógv (frøðiheiti - "Pluvialis apricaria") er ein av okkara vakrastu og dámligastu heiðafuglum. Burturfrá ansast mest hin svarti liturin í neðra, við ál upp eftir barkanum og út á vangarnar, og við hvítum jaðara uttanum; omaná er hon dimm við nógvum gullglitrandi smáum blettum. Á bøguni er gult og hvítt ímillum í tí svarta. Um heystið er hon hvít í neðra, annars dimm við gulum og brúnum blettum. Vetrartíðina er hon í Afrika og sunnasta Suður-Europa. Um mariumessu, stundum fyrr, kemur hon higar. Í smáum flokkum flýgur hon um nakrar dagar, so fer hon at søkja sær bústað. Best dámar henni lyngheiðar, snøgt graslendi kann eisini vera nóg gott. Kvik og kimilig titar hon hár allan dagin og leitar sær eftir ormum og øðrum átuligum. Reiðrið er ein lítil kulla, fóðrað við mosa og mjúkum grasi. Tíðliga í mai verpur hon 4 brúnlig egg við dimmum blettum. Bøgan vermir. Kemur fólk nær, so sleppur hon sær burtur av reiðrinum, áðrenn hon er sædd. Hesa tíðina eru tær spakar. Stundum seta tær seg upp á eina túgvu og toyggja seg upp at skoða ókunnumannin. Ofta fylgja tær honum langt á veg, látandi sítt eyðkenda blídliga sø-dii. Nærum 3 vikur tekur tað at klekja eggini út. Og ungarnir — ja, flestu heiðafuglar hava vakrar ungar, men vakrastur av øllum er láarungin, glitrandi gulur omaná við svørtum blettum og krókutum strikum, rætt eitt yndisligt lítið lív. Men teir eru sjaldsamir at síggja. Stuttur er steðgur teirra í reiðrinum; og tá ið teir so halda vanda vera á ferð, duga teir væl at finna sær eitt stað, hvar teir ikki skiljast frá jørðini. Floygdir ungar hava sama lit sum tær gomlu um veturin. Um mikkjalsmessutíð sæst lítið og einki til láir, men eftir veturnáttadag eru tær aftur og halda seg í stórum flokkum uppi í fjøllunum — tað man helst vera íslendskar láir, sum eru á ferð suðureftir og steðga her eina tíð. Um næturnar hoyrast tær stundum láta lágt á haga, men tá ið lýsir, fara tær aftur niðan í topparnar. Nú eru tær styggar; men stuttligt er at síggja leik teirra í loftinum — tú sært ein stóran flokk av dimmum fuglum, flúgvandi ymsar vegir við harðari ferð; so við eitt er hvør fuglur hvítur, í sama eygnabrá hava teir allir vent sær runt, so sum væl vandir fimleikarar gera. Hvussu kunna tær gera tað Munna tær hava ein formann, sum allar akta tá hann sigur:»umkring«? Svarthálsa. Svarthálsa (frøðiheiti - "Charadrius hiaticula") er lítið kroppstørri enn grátítlingur, men hevur nógv longri veingir. Á bakinum er hon morgrá, í neðra hvít. Høvdið er flekkut av gráum og svørtum og hvítum; hálsurin er hvítur við svørtum ringi, sum breiðir seg niður á bringuna. Svarthálsan heldur seg mest á eyri ella sandi. Hon eigur uppi á berum fjøllum, ella har sum hon finnur eyrlendi lægri á haga. Eggini eru 4, ring at finna, tí tey eru samlitt við eyrin. Kemur fólk nærhendis reiðrinum, rennur hon undan, stólpandi og bóltandi, við veingjunum skavandi eftir jørðini og útbreiddum veli trýst niðurá. Dúnungarnir eru grønir og gráir; lítið sæst til teirra, tí teir fjala seg millum steinarnar. Tá ið teir eru floygdir, kennast teir frá hinum gomlu, av tí at teir eru hvítir á bringu og barka. So flyta bæði gamlar og ungar í flokkum oman á eyrin við vatnstrendurnar ella á sandin við sjóvarstrondina. Lítið síggjast tær flúgva, einki ganga tær, og tó eru tær ikki í frið, renna kvikar aftur og fram, bráðsteðga eitt lítið bil, og so aftur at renna, alt meðan tær hvína eitt vælljóðandi "dújit". Um mikkjalsmessu rýma tær — suður til Afrika. Lítil svarthálsa. Lítil svarthálsa (frøðiheiti - "Charadrius dubius") Tvíringd svarthálsa. Tvíringd svarthálsa (frøðiheiti - "Charadrius vociferus") Kviðreyð lógv. Kviðreyð lógv (frøðiheiti - "Charadrius morinellus") Reyðspógvi. Reyðspógvin (frøðiheiti - "Limosa limosa") er væl minni enn spógvi. Nevið er líka langt sum spósnev, men beint ella eitt sindur uppábent. Hann er sera hábeintur. Høvd og hálsur og bringa er reyðbrúnt, koparlitað - harav hevur hann eisini navnið koparsnípa. Kápan er flekkut av dimmbrúnum og bleikbrúnum, velið er svart, í neðra er hann hvítur. Tá ið hann flýgur, sæst ein hvít strípa á veingjunum. Um veturin er hann mest gráligur omaná. Hann er ikki ofta at síggja í Føroyum, og sera sjáldan hevur hann reiðrast; men í seks ár (1914—1919) átti hann stutt oman fyri bøgarðarnar í Sandavági. Dúnungin líkist mest spósunga. Spógvi. Spógvin (frøðiheiti "Numenius phaeopus") kemur vanliga seinna partin í apríl, og tá ið komið er út um krossmessu, hoyra vit hansara vakra bríkslandi mál í bø og haga. Hann eigur um somu leiðir sum tjaldur, men í vølli. Til reiður grevur hann sær eina kullu, sum hann oftast klæðir innan við deyðagrasi ella mosa. Seinna partin í mai verpur hann 4 - sjáldan 3 - og ger ongan dag millum hvørt eggið. Tey eru brúnlig-grøn við dimmum blettum. Tó at tey eru nógv størri enn tjaldursegg, bilar honum aldri at verma, tí hann dugir so væl at leggja tey í reiðrinum: trý tætt at hvørjum øðrum við spíska endanum inn móti miðjuni; tá gera tey sum ein ring við einum breiðum gloppi í, og í hetta gloppið leggur hann hitt fjórða eggið langvegin. Soleiðis løgd eru tey lættast at breiða seg útyvir, tí nú er víddin minst, og nakað smalri annan vegin. Tá ið fólk kemur nær, sker steggin í eitt bríksl, og bøgan skundar sær av, rennur ella flýgur tætt yvir jørðini, til hon er ivaleysa langt burtur. 23 ella 24 dagar eftir, at seinasta eggið er vorpið, kemur út. Ungarnir eru sera vakrir, bleikgulir við dimmbrúnum prikkum; oman á høvdinum hava teir ein avlangan svartan ring, sum eina krúnu um skallan; úr honum gongur ein svørt strika fram í nevið og onnur aftur í nakkan. So skjótt, teir eru turrir, fara teir úr reiðrinum - altíð er ein, ofta tveir rýmdir, áðrenn hin seinasti er útkomin; og frálíka skjótt kunna teir renna. Kemur fólk har um vegir, so bríksla tey gomlu til ávaring, og teir trýsta seg slættar niður í vøllin. Tá eru teir ótrúliga ringir at fáa eyga á. Spósnevið er so neyðarsliga klænt og lint, at til verju dugir tað ikki. Men hin rádni er ikki fyri ongum. Kemur kjógvi ella likka nær, so rýkur hann við einum geyli eftir teimum, og snúiligur, sum hann er, berjir hann tey við vongknugvunum. Makin, sum hoyrir rópið, er skjótt hjá, og fíggindin skundar sær at flýggja. Er tað størri fuglur, ravnur ella bakur, samlast ofta fleiri spógvar til og reka hann burtur. Tá ið ungarnir eru floygdir, koma bæði teir og hinir gomlu í bøin. Seinna partin í august fara teir at rýma, ungarnir nakað seinni enn teir gomlu, og onkur ungi kann síggjast til eftir mikkjalsmessu. Um veturin sigast teir at vera í Suðurafrika. Tangspógvi. Tangspógvi (frøðiheiti - "Numenius arquata") er góður at kenna frá spógvanum, av tí at hann er nógv størri. Nevið er óføra langt, og tjúkt hareftir. Í Føroyum og Íslandi eigur hann ikki, men annars um alt Norðurevropa, í Noregi líka norður til Norðkapp. Haðani kemur han til Føroyar um heystið, tá ið hin spógvin er farin, og rýmir so frá okkum, tá ið hin spógvin er afturkomin. Mest heldur hann seg í fjøruni, ella lágt á bø og haga. Hann vaðar nógv á sjónum og dugir eisini at svimja. Harðmæltur er hann; eitt snjalt "hújid" hoyrist stundum frá honum, bæði tá ið hann flýgur, og tá ið hann situr. Styggur er hann, og so varin, at tað er sjáldan at koma honum í skotmála. Aðrir fuglar, sum eru um vegir, duga væl at skyna á, tá ið hann varnast vanda, og skunda sær eisini burtur. Stelkur. Stelkur (frøðiheiti - "Tringa totanus") er væl kroppstørri enn tjaldursgrælingur. Best kennist hann av teimum avbara longu, vakurt reyðu beinunum. Omaná er hann grásprøklutur við dimmum veingjafjøðrum, í neðra hvítur við svørtum prikkum. Nevið er reytt út frá rótini, dimt har frammi. Ungfuglurin er dimmgráur omaná. Í Føroyum er hann heldur sjáldsamur fuglur nú á døgum, og sera sjáldan eigur hann. Helst tíðliga á sumri hendir tað seg at síggja hann við sínum leikandi lætta gongulagi tita um við sjóvarstrondina ella niðarlaga í bønum og haganum. Tá er hann á veg til Íslands, har hann eigur í meingi við vøtn og áir, sum hann veður út í, so langt sum tey longu beinini grynna. Kemur ravnur ella bakur nær, fylkjast stelkarnir saman og rúka á fíggindan til at reka hann burtur. Tá ið bøgan fer av reiðrinum, breiðir hon stundum mosa yvir eggini. Um heystið síggja vit teir aftur við ungunum, og tað hendir, at onkur steðgar allan veturin; tá eru teir meira dimmgráir omaná. Vágs Svimjihøll. Vágs Svimjihøll er ein svimjihøll í Vági. Høllin hevur ein svimjihyl, sum er 25 metrar langur og hevur fýra banar. Svimjihøllin í Vági læt upp í 1979 og er bygd saman við Vágs Skúla. Inngongdin er frá Toftavegi. Skúlabørnini í syðru helvt av Suðuroynni brúka svimjihøllina sum partur av teirra undirvísing. Svimjihøllin er opin umleið annan hvønn dag, mánadag, mikudag, fríggjadag og leygardag fyri almennari svimjing. Harumframt brúkar svimjifelagið Susvim svimjihøllina til teirra svimjivenjingar. Klaksvíkar Svimjihøll. Klaksvíkar Svimjihøll er svimjihøll í Klaksvík, sum hevur fleiri hylar og sum nú eisini verður rópt Baðilandi í Klaksvík, eftir at høllin varð umvald og stórur rutsjibani, vatnkanónir, bobluøkið vm. var sett upp. Svimjihøllin í Klaksvík læt upp á fyrsta sinni í 1974. Svimjifelagið Ægir venur í svimjihøllini. Skúlar og barnagarðar leiga høllina so børnini kunnu læra at svimja, og so er almenn svimjing hvønn dag uttan mánadag. Ægir (svimjifelag). Ægir er eitt svimjifelag við heimstaði í Klaksvík. Ægir varð stovnað í 1975, eitt ár eftir at Klaksvíkar Svimjihøll læt upp á fyrsta sinni. Felagið hevði nógv góð úrslit tey fyrstu árini. Síðan er kappingin blivin harðari og onnur feløg hava eisini ment seg nógv. Nógv børn og ung svimja við Ægir, á heimasíðuni verður nevnt, at 120 børn svimja við Ægir. Á svimjistevnu í Havn í februar 2010 vann Ægir kappingina við 11 gull, 11 silvur og 10 bronsu heiðursmerkjum. Venjarar hjá Ægi. Høvuðsvenjari hjá felagnum er Petur Heðin á Fløtti, sum saman við Jón Bjarnason er landsliðsvenjari. Høvuðsvenjari hjá yngru børnunum er Kári J. á Høvdanum. Rúna Joensen er venjari hjá bólki 1, Martin í Heimistovu er venjari hjá bólki 2 og Carsten Wigant Andersen er venjari hjá bólki 3. Landsliðssvimjarar og aðrir svimjarar hjá Ægi. Aðrir svimjarar hjá Ægi hava eisini klárað seg væl í seinastuni. Nevnast kunnu eitt nú Cecilia Eysturdal og Monika Biskopstø, sum saman við Turið S. Christiansen og Evu Trygvadóttur settu nýtt føroyskt met í 4x200 m frí við tíðini 8:58.93 á Ægirstevnuni 2010. Tað var samstundis eisini nýtt føroyskt juniormet. Elspa Mørkøre. Ein av ægirsvimjarunum, sum eigur fleiri av føroysku metunum er Elspa Mørkøre, sum í løtuni (oktober 2010) eigur metini á langbana í 100 og 200 metrar ryggsvimjing og 200 m og 400 m blandað. Á stuttbana eigur hon metini á 100 m og 200 m frí, á 50 m og 200 m ryggsvimjing og í 100 m, 200 m og 400 metrum blandað. Harumframt eigur hon eisini saman við øðrum metið í 4x100m frí á stuttbana. Nakrir kendir ægirsvimjarar. Nevnast kunnu nakrir ægirsvimjarar, sum hava vunnið fleiri heiðursmerki, og fleiri av teimum hava eisini sett føroysk met, men í flestu førum eru metini nú betrað av øðrum dugnaligum svimjarum. Hvítstelkur. Hvítstelkur (frøðiheiti - "Tringa nebularia") eigur á vátum haga og vátum skógarlendi úr Skotlandi tvørtur um Ásia og Evropa. Ein lítil stovnur er í Ytru Suðuroyggjum, og tey seinastu árini er hann farin at eiga í Hetlandi. Hvítstelkur er flytifuglur. Nakrir eru í vetrarvist í Vesturevropa og annars í tropiskum Afrika. Í flytitíðini síggjast flestir í Norðuratlantshavi. Oftast sæst hann í juli til oktober í Orknoyggjum og Hetlandi, men sæst hendingaferð í Íslandi og í Føroyum. Hvítstelkur er størri enn stelkur, men minni og mjávaksnari enn lónspógvi, sum hann eisini líkist. Nevið er heldur langt og eitt lítið sindur fatt. Beinini eru grágrøn og long. Hvítstelkur er gráur á bakinum, og hann tykist sum heild ljósari enn stelkur. Sum á øllum stelkaslogum er búnin ikki so skiftandi. Stórur gulstelkur. Stórur gulstelkur (frøðiheiti - "Tringa melanoleuca") Vágshøll. Vágshøll er ítróttarhøllin í Vági, sum er Vesturi á Eiðinum, beint við fótbóltsvøllin. Ítróttarhøllin var tikin í brúk í 1980. VB-húsið varð bygt í 1978, ítróttarhøllin og VB-húsið eru bygt saman, so gangast kann ímillum báðar bygningarnar. Vágshøll verður brúkt til ymisk endamál, mest til ítrótt, men eisini til privatar veitslur, almennar móttøkur, dans og mangt annað. VB venur hondbóltur har og spælir heimadystirnir í høllini. Innandurafótbóltur verður íðkaður um veturin, flogbóltur og annar innandura ítróttur. Vágs Skúli, barnagarður, vøggustova, dagrøktin og frítíðarskúlin brúka eisini ítróttarhøllina. Ítróttarhøllin í Trongisvági. Ítróttarhøllin í Trongisvági og býarparturin Í Húsgarði. Ítróttarhøllin í Trongisvági varð bygd fyrst í 1980'unum. Høllin er ikki bara ein ítróttarhøll, har er eisini skúli og kantina og stórt felagshøli umframt stórur gangur. Í kjallaranum er barnagarður og frítíðarskúli. Síðan høllin varð tikin í brúk hevur hon verið brúkt til nógvan ymiskan innandura ítrótt t.d. flogbólt, borðtennis, fimleik, hondbólt og innandura fótbólt. Ítróttarhøllin verður eisini brúkt til onnur endamál enn ítrótt, eitt nú til almennir fundir, undirhald vm., sum krevja stór hølir, t.d. valfundir, dans, konsertir, sølustevnur, famijutiltøk, barnatiltøk, sirkus og mangt annað. Ítróttarhøllin er onkuntíð karmur um bilaframsýningar og sølustevnur. Kampingpláss. Parkeringsøkið sunnanfyri Ítróttarhøllina í Trongisvági er eisini kampingpláss. Høllin á Hálsi. Høllin á Nabb (á Hálsi). Ítróttar- og Samkomuhøllin á Hálsi verður eisini nevnd Høllin á Nabb. Høllin var bygd í 1969-70 og varð tikin í brúk í 1970. Tað vóru ítróttarfeløg í Havn sum stóðu fyri raksturinum av høllini heilt fram til 2004, tá Tórshavnar kommuna keypti høllina fyri eina krónu. Ítróttarfeløgini sum áttu og róku høllina áðrenn kommunan yvirtók hana vóru Neistin, Kyndil, B36 og HB. Lítil gulstelkur. Lítil gulstelkur (frøðiheiti - "Tringa flavipes") Gulstelkur. 1. Lítil gulstelkur - Tringa flavipes 2. Stórur gulstelkur - Tringa melanoleuca Mintdimmur stelkur. Mintdimmur stelkur (frøðiheiti - "Tringa solitaria") Vaðstelkur. Vaðstelkur (frøðiheiti - "Tringa glareola") eigur í kjarrvaksnum mýrilendi ella frostmýrum úr Skandinavia yvir á meginlandið eystur í Siberia. Hann er sjáldsamur búfuglur í skotska hálendinum. Hesi seinastu árini hevur hann roynt at seta búgv í Hetlandi, Íslandi og Ytru Suðuroyggjum. Vaðstelkur er flytifulglur og er um veturin í tropiskum Afrika, og fáir síggjast í Norðuratlantshavi í flytitíðini í mai til juni og juli-sept. Hann sæst sjáldan í Íslandi og Føroyum. Vaðstelkur líkist einum lítlum og klæntrasligum stelki, hevur grønlig ella sum ungfuglur gullig bein og stutt og klænt nev. Hann líkist nógv flykrustelki, men kennist frá honum, av tí at vaðstelkur er morreyðari og ikki so dimmur. Sært tú upp undir veingirnar á vaðstelki, verður tú varur við, at teir eru ljósagráir, ikki myrkamorreyðir. Á bakinum líkist hann flykrustelki. Í flestu førum hevur hann týðuliga eygnarípu, eitt sindur aftur um eygað. Nevfattur stelkur. Nevfattur stelkur (frøðiheiti - "Xenus cinereus") Tjaldursgrælingur. Tjaldursgrælingur (frøðiheiti - "Arenaria interpres") er væl størri enn sjógrælingur. Um summarið er hann eyðkendur av tí skjóruta litinum. Bringa, hálsur og tað mesta av høvdinum er stórflekkut svart og hvítt, bak og veingir stórflekkut dimmbrúnt og reyðbrúnt; í neðra er hann hvítur. Vetrarfuglurin og ungfuglurin eru eisini búkhvítir, men annars mest svartir við gráum ella hvítum strikum. Teir ungu eru tá eyðkendir av einum sjónskum bleikgulum liti hvørjumegin á hálsinum, teir gomlu hava henda sama litin, men so káman, at hann stundum er ringur at síggja. Tað er ein fuglur, sum livir so at siga um allan heim. Um summarið eigur hann norður á Íslandi, Grønlandi, Finnmørkini og haðan eystur, líka til Kyrrahavið møtir; um veturin er hann í Suðurevropa, Afrika, Suðuramerika, India, Avstralia og víða um oyggjarnar í Kyrrahavinum. Her hjá okkum er hann tættastur fyrra partin á sumri, og so aftur frá gomlu ólavsøku til út um veturnætur. Mest heldur hann seg niðri í fjøruni, ofta saman við sjógrælingum og grágrælingum, har hann titar á sínum stuttu beinum og við nevinum skumpar upp smásteinar, skeljar og tara til at finna marflugur og annað kykt. Eisini fer hann ofta niðan í bøin og hagan at bora sær eftir ormi. Í vakstrarlagi og atburði líkist hann nógv tjaldri; og tá ið hann er so langt burtur, at støddin er ring at ætla og litirnir ikki skiljast, hevur hann ikki so sjáldan verið kendur fyri tjaldur. Vendisnípa. Vendisnípa ella skógsnípa (frøðiheiti - "Scolopax rusticola") er reydligari á liti enn mýrisnípa og nógv størri — nakað sum dúgva til støddar. Í Føroyum eigur hon ikki, men nógv í skógunum í Noregi og Svøríki. Um heystið flytur hon suður til Onglands, og møtir hon tá tráum vindi av eystri ella landsynningstømingi, so koma nakrar higar. Tær halda seg í haganum, men lítið sæst til teirra. Mýrisnípu dámar væl um dimmið, og skógsnípuni enn betur; hon er rættur náttarfuglur. Um dagin situr hon so væl fjald, at tú fært ikki eyga á hana, fyrr enn hon flýgur upp stutt frá tær. Tá skundar hon sær nakað burt og setur seg aftur líka væl fjald. Fert tú hagar, sum hon hvarv, letur hon teg ikki koma sær so nær; og heldur tú við at leita eftir henni, verður hon styggari hvørja ferð eftir aðra. Sum veturin líður fækkast tær og hvørva. Um várið, tá ið tær eru í norðurferð, koma stundum nakrar aftur, men so skjótt tær fáa lagaligan byr, leita tær burtur hiðani til heim sítt. Trírondut snípa. Trírondut snípa (frøðiheiti - "Gallinago media") Mýrisnípa. Mýrisnípan (frøðiheiti - "Gallinago gallinago") er brún omaná við fýra gulum teinum eftir bakinum og einum á høvdinum. Nevið hevur hon longri upp á seg enn nakar annar fuglur, ið vit vita um. Víða um Føroyar verður hon nevnd mirusnípa'", men betra navnið man tó vera mýrisnípa, tí mest heldur hon seg á mýrum og øðrum bleytlendi. Har situr hon væl fjald í tí síða grasinum og lættir sær ikki á, fyrr enn fólk kemur tætt at henni. Tá sker hon í eitt»kjett«, í tí hon rýkur upp, og flýgur so undan, snittandi til viks. Hon er spakur fuglur, og har sum ongar kettur eru, eigur hon ofta nær húsum. Fyrra partin á sumri í góðum veðri og mest á kvøldi síggja og hoyra vit ofta teirra vakra leik í lofti.»Kipp kipp kipp«láta tær, meðan tær hevja seg høgt, høgt upp í loft. So við eitt stoyta tær sær á høvdið, og við útspílaðum veli og hálvkreptum veingjum fara tær á skák niðureftir. Tá ið tær hava fingið góða ferð, hoyrist eitt hart»burrurrurr«ljóða úr velfjøðrunum — og kanska eisini úr veingjaf jøðrunum? Komnar nakað niður steðga tær ferðini, skera í»kipp kipp«og ringja seg upp aftur. So»burrurrurr«niður. Stundum stoyta tær sær so flatt niður, at ferðin verður lítil; tá hoyrist einki»burr«. Leingi kunna tær stuttleika sær soleiðis. Eftir longsta dag gera tær minni av hesum leiki; tá hoyrast tær mest láta»jabbe jabbe jabbe jabb«. Reiður við eggjum í eru at finna alt summarið, líka frá fyri halvarðsøku til eftir ólavsøku. Oftast eigur hon í mýrum og velur sær har ein bøkk við síðum grasi á. Stráini bendir hon aftur yvir reiðrið, so tað er sera ringt at finna. Tað veit hon væl og liggur tí í friði, til fólk er komið dygst at, og tá flýgur hon upp tigandi. Men tú mást ikki fara til reiðrið, tí áðrenn hálvklakt er, er hon avbara skjarlig og kann skjótt verða avrøkt. Kemur tú nær at, meðan eggini eru nógv ungað, hava summar ein sjaldsaman atburð. Tær flúgva av og tveita seg niður sum einar 3 favnar frá reiðrinum við bringuni móti jørð og við vítt útspílaðum veli upp í loft; tá sæst ein svartur blettur í tí — rætt sum eitt ilt eyga skuldi start at tær. Gongur tú nærri at henni, fer hon at hvæsa, nakað samaleiðis sum gás, ið heldur fólk koma sær ov nær, so tað er skilligt, at hon ger hetta til at ræða teg frá reiðrinum. Og hevur tú einar tvær ferðir tá farið henni so nær, at hon má flýggja undan, so roynir hon tað ikki aftur. Eggini eru 4, hendir seg 3, og tó at tey eru sjaldsama stór eftir fuglinum, fær hon væl vermt, tí hon leggur tey samaleiðis sum spógvin, og tey eru soleiðis skapað, at tá taka tey heilt lítið rúm. Eftir 18 døgum koma ungarnir út, og nú býta hjúnini teir oftast sundur, so at tey verma hvør sínar tveir. Teir eru sjaldsama vakrir, flekkutir av reyðbrúnum og bleikbrúnum og svartbrúnum; teir 4 gulu teinarnir eftir bakinum skiljast longu væl. Móti heysti koma tær ofta í gravir í bønum, og í myrkri hevur mangur verið kløkkur, tá ið ein snípa við einum hvøllum»kipp«flýgur upp dygst fyri fótinum á honum. Frá mikkjalsmessu og út um veturnætur fara tær at fækkast, flyta suður til Skotlands og summar helst longur. Nakrar verða eftir her allan veturin, men tær fjala seg so, at lítið sæst til tær uttan í kava. Tá leita tær til keldurnar at sløkkja tostan — tamar mýrisnípur sutla nógv vatn í seg — og kanska fáa tær eisini smákykt har í mosanum. Um summarmála koma tær, ið fóru, aftur. Lítil mýrisnípa. Lítil mýrisnípa (frøðiheiti - "Lymnocryptes minimus") Sandgrælingur. Sandgrælingur (frøðiheiti - "Calidris alba, Crocethia alba, Erolia alba") er til støddar sum fjallmurra. Her sæst hann um somu tíð sum grágrælingurin. Tá er hann á bakinum sprøklutur av gráum og hvítum og svørtum, í neðra hvítur; hálsurin er á hinum gomlu gulligur við dimmum prikkum, á ungunum mest hvítur ella bleikgulur. Hann heldur seg niðast við sjóvarmálan, stundum á hellum og klettum, men mest á sandi. Tað er spakur fuglur; ikki fyrr, enn tú ert nær hjá honum, rennur hann undan, ofta hoppandi langan veg á øðrum beini. Tað hendir seg eisini at síggja hann um várið; tá er hann øðrvísini littur, men kennist væl frá hinum grælingunum av tí, at teir hava allir eina lítla baktá, men hann onga; eisini hevur hann stytri nev enn teir. So lítil, sum hann er, er hann óføra harðvunnin og eigur einans í kaldastu londum, eitt nú norðast í Grønlandi og á oyggjunum har vestanfyri. Um veturin er hann aftur suðuri ígjøgnum, eitt nú í Avstralia og Patagonia. Ofta er tað so, at norðari eitt fuglaslag er um summarið, longur suður fer tað um veturin. Dvørggrælingur. Dvørggrælingur (frøðiheiti - "Calidris minuta") er bert 14 - 15,5 cm, og er ein av teimum minstu grælingunum. Hann eigur norðaliga á frostmýrunum og er í vetrarvist í Afrika. Dvørggrælingur minnir um sandgræling, men er minni. Nevið er stutt, kroppurin rundvaksin. Ofta er hann saman við øðrum nærskyldum fugli, og tá sæst skilliga, at hann til dømis er væl minni enn fjallmurra. Hann er einasti grælingur, tá ið hugsað verður um støddina, sum er regluliga í Norðuratlantshavi, men hinir smærru grælingarnir koma eisini henda vegin. Dvørggrælingur er tó sera sjáldsamur hjá okkum. Fáir dvørggrælingar síggjast í skotsku oyggjaflokkunum, har hann sæst saman við øðrum grælingum, tá ið teir flyta um heystið. Í Íslandi og Føroyum er dvørggrælingurin sjáldsamari. Hann eigur í Ásia og Evropa norðarlaga í frostmýrunum og flytur um Vesturevropa um heystið. Terji og Føstufressar. Terji og Føstufressar er navnið á føroyskum tónleikabólkið við Terja Rasmussen á odda. Bólkurin gav sína fyrstu fløgu út í 1990. Hon gjørdist sera vælumtókt og hevur nú selt fleiri enn 9000 eintøk. Bólkurin útgav í 2010 sínu næstu útgávu Terji og Føstufressar 2. Sangurin "Ljóðmynd" av fyrru fløguni varð valdur til aldarinnar lag av lesarum hjá Sosialinum í 1999. Terji og Føstufressar vunnu heiðurin Planet Awards fyri ársins útgávu 2010. Terji og Føstufressar (1990). Terji og Føstufressar er fyrsta útgávan hjá bólkinum av sama navnið. Fløgan var tikin upp og ljóðblandað í LT Studio í sep. 1989 av Herluf Sørensen. Húsan gjørdi Anker Eli Petersen. Ljóðmynd. Ljóðmynd er eitt lag hjá Terja og Føstufressum. Orðini eigur Anker Eli Petersen og lagið Terji Rasmussen. "Ljóðmynd" varð valdur til aldarinnar lag av lesarum hjá Sosialinum. Hjalti Joensen. Hjalti Joensen er kendur sum guitarleikari í Moirae. Hann hevur eisini framført saman við Anna Faroe. Hjalti er búsitandi í Runavík. Hjalti hevur útgivið tvær fløgur saman við Øssuri Johannesen. Sangir úr náttini. Sangir úr náttini er onnur útgávan hjá bólkinum Moirae. Fløgan varð tikin upp í Jakzak Studio apríl/mai 1998 av Jón McBirnie, og varð útgivin sama árið. Ljóðblandað: Flemming Rasmussen, Sweet Silence Studio. Húsan gjørdi Anker Eli Petersen. Grandma's Basement. Grandma's Basement er ein tónleikabólkur úr Klaksvík. Hann spælir rock og syngur á føroyskum. Klaksvíksbólkurin byrjaði, sum navnið eisini sipar til, í kjallarinum hja Ommu Thorvald, trummusláarinum. Grandma's Basement spælir sín egna tónleik, og sjangran er poppur/rokkur. Bólkurin spælir eisini coverløg, sum "All That Rain", osfr. Higartil hevur bólkurin spælt í Klaksvíkar Klubba (Club 700 nú), Mentanarhúsinum í Fuglafirði, Summarfestivalinum, KÍ-høllini, Badmintonhøllini í Klaksvík og VB-húsinum í Vági. Bólkurin hevur eisini verið spældur í útvarpinum, og sangurin "Hon Fær Ongantíð Nokk" lá nr 1 á 15 Teimum Bestu í 6 vikur. Leikalund. Leikalund er handil í gomlu handilshølunum hjá kongiliga einahandlinum úti í Klaksvík. Í dag er Leikalund ein bóka- og fløguhandil. Handilshølini húsast undir sama taki sum Norðoya Forminnissavn og Spaniastova. Nevstuttur grælingur. Nevstuttur grælingur (frøðiheiti - "Calidris fuscicollis") Sjógrælingur. Sjógrælingur (frøðiheiti - "Calidris melanotos") er nakað sum stari til støddar, kýpin á vøkstri og krikastuttur. Á vetri er hann dimmgráur um høvur og háls, á bakinum næstan svartur við smølum ljósum smástrikum, í neðra hvítur við dimmum blettum. Á sumri er hann brún- og svartflekkutur omaná. Vetur, vár og heyst heldur hann seg í stórum flokkum niðri í fjøruni. Á flóð situr hann oman fyri sjóvarmálan og hvílir seg; men tá ið nakað er fjarað, titar hann um niðri á hellunum at leita sær eftir æti í gjarinum og taranum og veður so langt, sum føturnir grynna. Men vátur vil hann ikki vera — runar upp móti búkinum, er hann knappur at lætta sær á flog. Málið er eitt mjúkt "tviit", men tað hoyrist ikki ofta. Sera spakur er hann; tá ið fólk nærkast, verður hann ofta sitandi, um aðrir fuglar, hann er saman við, flúgva burtur; ja, stundum fer hann ikki á flog, fyrr enn tú ert bara favn frá honum. Um halvarðsøku rýmir hann úr fjøruni. Summir fara niðan í fjøllini her í Føroyum at fáa sær ungar. Men har síggjast so fáir, at summir fara ivaleyst til onnur lond, Íslands ella Grønlands kanska. Eggini eru oftast 4, hendir seg 3. Tey eru morgrá, ofta við grønligum dámi, og hava dimmar blettir, so tey eru ring at skilja frá eyri ella mosa. Spøk sum hon er, verður bøgan liggjandi á reiðrinum, til tú ert nær hjá. Men tá lemjir hon seg illa, baksar fram eftir jørðini, flagsandi við øðrum veinginum, meðan hin hongur, sum hann skuldi verið snaraður úr lið ella avstøktur; illa haltar hon, og ofta dettur hon á aðra liðina, so tú ivast ikki í, at hon er bæði veingjabrotin og beinbrotin. Rennur tú eftir henni, fært tú hana skjótt aftur; men í tí tú rættir hondina til at taka hana, ger hon, við sama neyðarsliga lagi, eitt kvikt rensl nakrar favnar fram; og so byrjar sami leikur av nýggjum, til hon heldur seg vera komna nóg langt. Tá flýgur hon í loft frísk og ferðug, so tú sært, at hon hevur bara viljað lokkað teg burtur frá reiðrinum. Dúnungin er dimmur við hvítum prikkum. Í hoyna koma teir aftur oman í fjøruna, og tá ið so eisini hinir koma norðan úr londunum, hava vit aftur teir stóru flokkarnar, sum eru so hugnaligir at síggja her allan veturin, líka fúsir og raskir í øllum kavarokinum. Grágrælingur. Grágrælingur (frøðiheiti - "Calidris maritima") er longri enn sjógrælingur, men meiri klænvaksin. Um summarið er hann vakurt reyðbrúnur frá øsinum og so allan vegin í neðra aftur at velinum. Men tá sæst hann ikki her. Hann eigur langt norðuri í kuldanum, eitt nú í Grønlandi. Higar kemur hann í miðjum augusti og sæst so til nakað út í september. Tá eru teir gomlu gráir omaná, ungarnir sprøklutir; men nakað burturfrá vísa allir seg gráir, samlittir við sandin. Og á sandinum hava teir tilhald sítt. Men stuttur er steðgur teirra her í Føroyum; áðrenn hálvan september fara teir avstað til Suðurevropa og Norðurafrika. Jói. Jói (frøðiheiti - "Stercorarius pomarinus") er væl størri enn vanligi kjógvin. Á bakinum er hann grábrúnur; hálsurin er hvítur, gulligur niður frá vangunum; næstan allir eru bringuhvítir. Snældufjaðrarnar eru breiðari í aftara enda og soleiðis snaraðar, at tá ið fuglurin situr, liggur fremri endin av teimum flatur, meðan á aftara enda vendir annar jaðarin beint upp og hin niður. Úti á havi jagstrar hann ofta ritur; snúiligur, sum hann er, kastar hann sær ofta á liðina, og tá er snældan øll kløn at síggja; kvikur vendir hann sær á, bakið upp, og í stundini sýnist snældan at fáa ein knøtt á endan. Á land kemur hann ikki. Hann eigur einans norðuri í kuldanum. Um veturin flytur hann suður í lýggjari sjógv. Kjógvi. Kjógvi (frøðiheiti - "Stercorarius parasiticus") er nakað størri enn tjaldur. Flestu eru bara brúnir, men summir eru búkhvítir, teir eru kallaðir hvítkjógvar. Báðir eru tó sama slagið. Stundum eru tveir makar báðir brúnir, stundum er annar brúnur og hin hvítkjógvi, og stundum eru báðir hvítkjógvar. Kemur fólk um vegir, har sum hann eigur, kastar hann seg niður á vøllin og lemjir seg, sum hann skuldi verið veingjabrotin; koma tey nærri at reiðrinum, flýgur hann í loft og skjýtur seg við ferð niður yvir tey, til at sláa tey við veingjunum. Hann ger sær reiðrið har, sum væl av øðrum fugli eigur um vegir, tí hann etur bæði egg og ungar og er yvirhøvur ein ræðuligur ránskroppur. Mýrisnipu skjýtur hann seg niður á, sum hon liggur á reiðrinum, og tað so hart, at sleppur hon sær ikki undan, so verður hon ryggbrotin. Snúiligur er hann í lofti, so flestu hagafuglar noyðast at lúta fyri honum; men spógvin er enn snúiligari, og tuskar hann av, til hann má dvína. Úti á sjónum eltir hann ritu, berjir hana við veingjum og nevi, til hon má spýggja upp tann matin, hon hevur í kjósini, og tað loftar hann so og svølgir. Hann verpur 2 ella 3 brúnlig ella grønlig egg við dimmum blettum og vermir ½4ðu til 4 vikur. Ungarnir eru fyrst morgráir, brúnflekkutir, tá ið teir eru floygdir. Úr sama reiðri koma stundum ein hvítkjógvi og ein dimmur. Um veturin fer hann suður at heitum londum og heldur seg har úti á opnum havi. Snældukjógvi. Snældukjógvi (frøðiheiti - "Stercorarius longicaudus") er minstur av kjógvunum. Navnið hevur hann av tí avbæra longu snælduni. Liturin er nakað sum á øðrum kjógvum. Hann sæst úti á havi um somu leiðir sum jóin, men er sjaldsamari. Hann tekur sær føði úr sjónum, og er ikki so grammur eftir rituni sum hinir báðir. Heimstað hansara er Finnmørkin og so eystur eftir. Um veturin heldur hann seg uttan fyri strendur Evropa, suður at Miðjarðarhavinum. Mási. Fiskimási (frøðiheiti - "Laridae"), vanliga bara kallaður mási, er heldur størri enn likka. Á kápuni er hann grábláur. Um strendur og firðir okkara er hann allan veturin at síggja. Allur másafuglur í Føroyum er gráur ella bláligur á bakinum. Likka reiðrast niðri í haganum. Hon er flytifuglur og heldur til við strendurnar í Portugal og Marokko um veturin. Fiskimási og svartbakur síggjast ofta saman við likku. Bakur, eisini nevndur svartbakur, er størstur av másunum og líkist likku í útsjónd. Fiskimási og bakur reiðrast ofta í homrum og onkuntíð í bølum á grasfløtum. Fiskimási og flest allir bakar eru støðufuglar. Bakur og fiskimási drepa nógvan sjófugl, serliga ritu og lunda. Skatumási. Skatumási/Skata (frøðiheiti - "Larus canus") er av teimum lítlu másasløgunum, lítið størri enn rita. Føturnir hava ein grønligan lit, og nevið er grøngult; annars líkist hon ritu í útsjónd. Í Noregi eigur hon í hópatali. Í Føroyum hevur hon altíð verið ein sjaldsamur fuglur, mangastaðni ókend. Í seinnu tíðini hevur sæst meir til hennara og í summum støðum er hon nú farin at eiga í haganum. Eggini eru á liti og stødd sum rituegg. Dúnungin er gulgráur við svørtum prikkum, ungfuglurin gráflekkutur. Í bygdum, sum hon leingi hevur verið kend, er hon nevnd skatumási ella skata; summstaðni er hon nevnd gneggjus. Í nøkrum støðum, har hon er nýkomin, vita teir einki navn til hennara. Og í einstøkum bygdum er hon kallað fransaterna, men tað má vera av misgáum. Ritu líkist hon; ikki um nakrar vegir er hon lík ternu, so tað er ótrúligt, at teir gomlu skuldu farið at givið henni eitt ternunavn. — Tað er eingin fagnaðargestur at fáa. Hann tekur egg og ungar frá øðrum hagafuglum; fram við lundaurðum jagstrar hann sildberan, til hann má sleppa sildini, og ikki er tað sørt, hann tekur av pisum, fyrst tær koma út úr holuni. Fiskimási. Fiskimási (frøðiheiti - "Larus argentatus") er heldur størri enn likka. Á kápuni er hann grábláur. Um strendur og firðir okkara er hann allan veturin at síggja. Hann verpur nakað fyrr enn likkan, eina viku ella tvær, eftir sum veðrið fellur. Helst velur hann sær brattan haga til bústað, ofta røkur millum smáar hamrar, tó síggjast reiður hansara eisini á sløttum haga. Eggini eru so lík likkueggjum, at mesti parturin kennist ikki at - tey allarstørstu eru másaegg, tey allarminstu eru likkuegg, miðalstøddin kann líka væl vera annað sum hitt. 28 dagar vermir hann, hendir seg 27, eisini 29. Dúnungarnir kennast ikki frá likkuungum. Teir verða føddir bæði av sjógvi og landi, og másin er rættur eggjatjóvur. Við reiður hansara liggja skøl av havhestaeggi, lomvigareggi, lundaeggi, harafturat skræða og fjaðrar av kongafiski, bein av stórum krabbum, brot av gágguskeljum. o.á. Másin hevur havt orð fyri nú og tá at drepa okkurt smálamb, og hevði nógv verið til av honum, mundi hann verið verri enn likkan. Valmási. Valmási (frøðiheiti - "Larus hyperboreus") er lítið minni enn bakur. Kápan er bleikt gráblá og veingjabroddarnir hvítir. Veingirnir røkka at siga einki aftur um velið. Føturnir eru gulir. Hann eigur víða um í teimum køldu Íshavslondunum. Ísland man vera sunnasta heim hansara. Har verpur hann mest í bjørgunum og sigst at vera verri fyri bjargafuglin enn bakur. Um veturin reikar hann víða um. Tá sæst hann av og á í Føroyum, mest skurin; hann er bleikt morflekkutur, nógv bleikari enn svartbaksskurin. Lítil valmási. Lítil valmási (frøðiheiti - "Larus glaucoides") Høvuðsvartur mási. Høvuðsvartur mási (frøðiheiti - "Ichthyaetus melanocephalus, Larus melanocephalus") Fransaterna. Fransaterna (frøðiheiti - "Chroicocephalus ridibundus, Larus ridibundus") er væl minni enn rita. Á liti líkist hon ternu, hevur bleika grábláa kápu, svart høvd, reytt nev og reyðar føtur. Bringan hevur ofta ein káman reydligan dám. Hon eigur víða um í Europa. Í Føroyum sæst nakað til hennara um summarið, men sjáldan verpur hon; tó vita menn hana hava átt í øllum teimum størru oyggjunum. Reiðrið ger hon sær á lodnum fløtum, stundum tætt við ternureiður. — Eggini eru 3, tey kennast frá ternueggjum, tí tey eru nógv størri. Dúnungin er reyðgráur við svørtum blettum. Ungfuglurin er morflekkutur á bakinum, gulgráur uppi á høvdinum. — Eisini um veturin hendir tað at síggja hana. Tá hevur hon hvítt høvd við einum dimmum bletti við eygað og einum øðrum við oyrað. Hattarmási. Hattarmási (frøðiheiti - "Chroicocephalus philadelphia, Larus philadelphia") Dvørgmási. Dvørgmási (frøðiheiti - "Hydrocoloeus minutus, Larus minutus") Ryta. Ryta ella Rita (frøðiheiti: "Rissa tridactyla") kann kallast ein hagafuglur, sum er lagstur í bjørgini. Í útsjónd, bæði á liti og vakstrarlag, er hon meinlík hagafugli, og í haganum situr hon stundum í stórum flokkum, men ikki byggir hon uttan í steyrrættum bergi. Á fjøðrini er hon litt sum fiskimási; nevið er gult, men hevur ikki reyðan blett, føturnir eru svartir. Hon eigur í stórum meingi við allar strendur á Norðurevropa og Norðuramerika og er ein av teimum fuglum, sum mest er til av í verðini. Eisini í Føroyum er hon uppi teimum mestu. Reiðrið ger hon sær á knallum og kneysum og smølum rókum í meitilberginum. Um várið roytir hon sær gras og mosa, sum hon fer við út í eitt díki, og tvassar har, inntil tað er væl útkleint Í móru. Av tí klínir hon sær so eitt stórt reiður, og letur tað liggja í frið eina rúma tíð, til tað er væl harðnað. Tá verður tað ótrúliga sterkt, so sterkt, at bjargamenn kunna nýta tað til at styðja fótin ímóti og til at taka hendurnar í. Á hvørjum ári byggir hon upp á tað, so við tíðini verður tað ein høg túgva. Omaná har leggur hon sær so hitt rætta reiðrið av mjúkum grasi og verpur so vanliga 2, stundum 3 egg, morgrá við dimmum blettum. Klekingartíðin er millum 3 og ½4ðu viku. So málamiklar eru tær, at tær eru vorðnar eitt orðtak, "tagnar ikki heldur enn ritan í berginum". So at siga alla náttina hoyrast tær. Dúnaða pisan er bleikt grá; tá ið hon er fjaðrað, hevur hon ein svartan lit aftan á hálsinum og ein undir eyganum og er nakað nógv svørt á veingjunum og aftast á velinum; eisini er nevið svart. Pisurnar sleppa ikki av reiðrinum, fyrr enn tær eru floygdar; og tá ið tað líður fram mót tí tíðini, fara menn summastaðni at síga eftir rituungum. Í langari línu heingja teir seg niður til reiðrini og taka pisurnar. Ofta koma teir aftur við góðum fongi. Tá ið ungarnir eru floygdir, fer ritan úr bjørgunum. Nú síggjast tey nakað á vøtnum og firðum, men mest úti á havi. Um hávetur eru tær flestu burtur, men út ímóti grækarismessu koma tær aftur á havleið. Ternumási. Ternumási (frøðiheiti - "Xema sabini, Larus sabini") Kinnhvít terna. Kinnhvít terna (frøðiheiti - "Chlidonias hybridus") Vonghvít svartterna. Vonghvít svartterna (frøðiheiti - "Chlidonias leucopterus") Brituterna. Brituterna (frøðiheiti - "Hydroprogne caspia, Sterna caspia") Floghvít terna. Floghvít terna (frøðiheiti - "Sterna forsteri") Ennihvít terna. Ennihvít terna (frøðiheiti - "Onychoprion anaethetus, Sterna anaethetus") Fruntaterna. Fruntaterna (frøðiheiti - "Sternula albifrons, Sterna albifrons") Faksaterna. Faksaterna (frøðiheiti - "Thalasseus sandvicensis, Sterna sandvicensis") Fulkubbi. Fulkubbi (frøðiheiti - "Alle alle") ella fulkobbi er nakað sum stari til støddar. Hann er svartur omaná við hvítum strikum aftur eftir bakinum og tvørtur um veingirnar, í neðra hvítur. Nevið er stutt og kubbut. Hann eigur í óføra stórum meingi í norðastu kuldalondum, sum Grønlandi, Svalbarði, Jan Mayen og ikki sørt norðarlaga á Íslandi. Tað er ein lívligur og bragdligur fuglur, kvikur og snúiligur at renna millum urðagrótið, svimur skjótt og ger stór kav. Her uttan um Føroyar sæst hann um hávetur, stundum í flokki, men mest einstakir. Aftaná stóródnir, tá ið hann einki vinnur til føði, rekur onkur deyður á land. Teir norðastu grønlendingarnir taka hann við fleygastong; teimum er hann ein hentur fuglur, bæði til matna og klædna, einki lívir so væl sum plagg, seymað saman av fulkubbaskinni, siga teir. Teisti. Teisti (frøðiheiti - "Cepphus grylle") er til støddar sum lundi. Um summarið er hann svartur við einum stórum hvítum liti tvørtur um hvønn veingin. Á vetri er hann mest sprøklutur. Føturnir eru blóðreyðir. Nevið er klænt og spískt. Málið er eitt mjúkt hvin. Hann heldur seg tætt við landið, helst á grunnum vatni. Ofta setur hann nevið niður í sjógvin, til at hyggja sær eftir onkrum etandi. Mesta føði hansara er tarabrosmur, og djúpt skulu tær ganga, tá ið hann ikki kann fáa tær. Teistin byggir víða um í Norðanlondunum og mest í teimum køldu. Í Føroyum er lítið til av honum. Hann eigur helst í urðum ella í rivum og gjótum í berginum. Stundum grevur hann sær holur sum lundi. Eggini eru 2, hvít við svørtum prikkum. Meðan tær hava dúnið, eru tær dimmgráar, fjaðraðar eru tær vakurt grá- og hvítsprøklutar. Um somu tíð sum lomvigapisurnar eru teistapisurnar floygdar og fara á sjógvin. Um veturin heldur fjøldin til havs, men nakrir verða eftir við landið. Teistin er spakur og vakur fuglur; og mangir menn eru so góðir við hann, at teir vilja ikki, at nakar skal gera honum ónáðir — við byrsu ella á annan hátt. Bládúgva. Bládúgvan (frøðiheiti - "Columba livia") og tama dúgvan eru sama slagið. Vanliga bládúgvan er ljósablágrá á bakinum og um veingirnar, dimmari um høvdið, bringuna og hálsin. Mánadúgva er størri enn bládúgva, holudúgva minni. Tann eyðkenda bládúgvan er hvít niður á drunnin og upp undir veingirnar. Tað sæst væl, tá ið hon t.d. flýgur. Torført kann vera at greina bládúgvu, tí tann tama dúgvan kann vera ógvuliga ymislitt. Bládúgvan kurrar eisini sum tama dúgvan. Torført er nú á døgum at greiða náttúrufrøðiliga, hvussu víða hetta dúgvuslagið er farið. Í Norðuratlantshavi, úr Vesturbretlandi um skotsku oyggjarnar til Føroya er eitt av teimum fáu økjunum, har tamar dúgvur eri ikki blandaðar við bládúgvur. Bládúgvan eigur við sjógvin, helst á rókum, í urðum og í holum. Føðina vinnur hon sær við mannabústaðir, tekur helst korn og fræ. Bládúgvan er støðufuglur, men fer tó oyggjaflokkanna millum um várið og eisini um heystið, sum menn vita um til dømis í Fair Isle. Enskar brævdúgvur eru fleiri ferðir sæddar so norðarlaga sum í Føroyum. Geykur. Geykur (frøðiheiti - "Cuculus canorus") er nakað sum bládúgva til støddar, men klænri. Omaná er steggin blágráur, bøgan morreyð við svørtum rondum, í neðra eru bæði hvít við dimmum rondum. Tað er skógarfuglur og eigur víða hvar í Evropa og Asia. Hann er vakur og syngur væl. Men bøgan er eitt rætt letivætti, sum hvørki tímir at verma egg síni ella geva ungunum. Hon lúrir eftir, nær smáfuglarnir — erlur, grátítlingar, músabrøður o. a. — verpa, og meðan teir eru úti, sníkir hon seg til at verpa eitt egg í reiður teirra. Dagin eftir fer hon í eitt annað reiður; upp til tjúgu egg kann hon verpa. Undarligt er, at hvørt egg, hon verpur, altíð bæði á liti og stødd er meinlíkt eggjunum hjá tí fugli, sum hon leggur tað undir. Og nú er hon leys frá avkomi sínum — smáfuglurin vermir eggið og føðir ungan. Hann etur óføra nógv og veksur skjótt, og so varpar hann smáfuglaungarnar út úr reiðrinum og liggur einsamallur eftir. Fosturforeldrini eru so ágrýtin at bera honum, at tey ofta sjálv koma upp í rak. Sera sjáldan hoyrist, at hann er sæddur í Føroyum; men hann man tó ikki vera so heilt sjáldsamur, tí stundum verður hann kendur fyri smiril; teir eru so líkir at síggja nakað burturfrá. Lítil kattúla. Lítil kattúla (frøðiheiti - "Otus scops") Snjóugla. Snjóuglan (frøðiheiti - "Bubo scandiacus, Nyctea scandiaca") er næstan so stór sum ein gás. Tær ungu eru gráflekkutar; sum tær eldast, lýsna tær, og gamlir steggjar eru næstan snjóhvítir. Hon eigur norðast í kuldanum, Grønlandi, Russlandi (Siberia) og nógvum Íshavsoyggjum. Norðarlaga í Noregi eigur hon uppi á fjøllunum. Um veturin kemur hon oman í dalarnar, og stundum flytur hon seg nakað suður, hendir seg til Føroyar. Hon er grammari enn hinar uglurnar; rýpur og entur tekur hon, eisini fisk, og hendir seg haru. Stór og sterk, sum hon er, tykist hon ikki at ræðast fyri nøkrum. Tá ið tað ræður um at verja ungarnar, fírir hon ikki fyri fólki; særd snjóugla brennir á bæði menn og hundar og klórar og bítur, so tað munar. Músagjóð. Músagjóð (frøðiheiti - "Strix aluco"), enskt navn: Tawny Owl ella Brown Owl, er eitt slag av uglu. Hjómut ugla. Hjómut ugla (frøðiheiti - "Aegolius funereus") Kattúla. Kattúla (frøðiheiti - "Asio otus") er størri enn lomvigi. Hon er sprøklut av gulum og dimmbrúnum. Eyguni eru gul og stór sum kettueygur. Tá ið tær lurta eftir onkrum, lyfta tær oyrnalokini langt upp, so tey verða lík oyrum á ferføttum dýri. Nevið er stutt sum kettusnýð, so í skortin eru tær ongum líkari enn kettu. Harafturat eru føturnir lodnir út á klørnar og meinlíkir kettulabbum. Um dagin situr hon onkustaðni, sum hon er samlitt við landið, og so ikki góð at fáa eyga á. Krákur eru ofta eftir henni, men so fim er hon at kasta sær í flognum, at tær fáa einki gjørt henni. Áður kom hon ikki so sjáldan til Føroyar, nú er langt ímillum, at hon sæst. Uglubóndi. Uglubóndi (frøðiheiti - "Asio flammeus") eigur norðarlaga í Evropa, Asia og í Amerika, eisini í Suður-Amerika. Best líkar honum á fjallaheiði ella í mýrlendi ovarlaga, har ið góður vøkstur er. Reiðrið hevur hann á sløttum. Mesta føðin hjá uglubónda eru smá gnagdýr. Sum hjá øðrum uglum, soleiðis eisini hjá uglubónda, stovnstøddin skiftir eftir, hvussu mong dýrini eru at veiða hjá honum. Hava gnagdýrini verið mong um summarið á bústaðnum hjá uglubóndanum, eru uglubøndurnir so mikið fleiri, sum flyta um heystið. Meginparturin er um veturin, ið hvussu so er, sunnan fyri bústaðin. Nakrir fáir uglubøndur eiga í Íslandi, sunnarlaga í Ytru Suðuroyggjum og í Orknoyggjum. Hann eigur hvørki í Føroyum ella í Hetlandi. Tá ið bútíð ikki er, kann hann vera at síggja í øllum Norðuratlantshavi. Vanligast er at síggja hann í flytitíðini, flestar í sept.-nov., og teir flestu eru úr Skandinavia. Sum heild er uglubóndin vanligasta uglan at síggja í Norðuratlantshavi og í Føroyum. Summi ár kunnu kattúlarnar eisini vera nógvar í Norðuratlantshavi. Uglubóndi hevur sum allar aðrar uglur runt og stórt høvd. Uglubóndi sær beint frameftir, og uttan um eyguni hevur hann slør. Hann tykist vera ógvuliga stórur, helst á flogi, hóast hann er sum fransaterna til støddar. Ofta sæst hann flúgva á alljósum degi. Hann heldur veingirnar hátt hevjaðar, tá ið hann flýgur, og slær teir djúpt og seigan, í stoytum. Ikki sjáldan flýgur hann høgt upp, sveimar í ring, so hann verður hildin at vera ránsfuglur. Uglubóndi líkist nógv kattúlu, so at hann kann verða tikin fyri hana. Alpusveimari. Alpusveimari (frøðiheiti - "Tachymarptis melba, Apus melba") Feigdarsveimari. Feigdarsveimari (frøðiheiti - "Apus apus") er svartur um allan kroppin, uttan undir øsinum hevur hann ein hvítan blett, og hann er torførur at síggja. Gamlir fuglar eru eisini eitt sindur ennihvítir. Sum sagt er um sveimararnar, so flýgur hann á eyðkendan hátt við stinnum veingjum, og tað stendst av tí sermerkta veingjarskapinum. Velið er stutt og sýlt. Hann flýgur ofta ógvuliga skjótt, ella hann sveimar leingi. Floglátið er høg og langdrigin skríggj, og tað hoyrist mest á reiðurstaðnum. Av tí at sveimarar flúgva so fram úr væl, koma onnur sveimarasløg av og á, tó sjáldan, í Norðuratlantshav. Til dømis alpusveimari úr Suðurevropa er størri og ljósari. Hann er eisini nógv hvítari um búkin. Feigdarsveimarin er vanligur búfuglur víða um í Ásia, Evropa og Norðurafrika. Hann er flytifuglur, um veturin er hann í Suðurafrika. Hann eigur ikki í Norðuratlantshavi, men er vanliga at síggja her um summarið frá mai mánaði út í september (teir flestu í juni-juli). Feigdarsveimari kemur heilt norður til Íslands. Hann flýgur vanliga fram við fuglabjørgum, tí har tekur hann nógv flogkykt á flogi heitar summardagar. Fuglabjørgini líkjast nógv bústaði hansara í Evropa, býum við høgum húsum. Býflugubítur. Býflugubítur (frøðiheiti - "Merops apiaster") halda vanliga til í Afrika og í Suðurevropa. Býflugubítur hevur ikki vanligt tilhaldsstað í Føroyum, men er stundum sædd her á landi. Stór flekkuspæta. Stór flekkuspæta (frøðiheiti - "Dendrocopos major") Lerkur. Lerkur (frøðiheiti - "Alauda arvensis") líkist mest grátítlingi í útsjónd, morgráur við brúnum vangum og gulligum dámi í neðra. Á skallanum eru langar fjaðrar, sum hann av og á reisir upp til ein topp. Um veturin heldur hann sær í lýggjum londum; men longu áðrenn kavin kreymar, kemur hann til Norðurlondini í stórum flokkum. Í skógi dugir hann lítið, men á sløttum graslendi rennur hann skjótast av smáfuglum. Tá ið grasið er so frætt vaksið, at tað fjalir, ger hann sær eina lítla kullu til reiður og verpur 4—5 morgrá dimmprikkut egg. Sangari er hann frálíkur, reinmæltur og mjúkmæltur, hartil bæði áhaldin og harðmæltur. Frá tí hann kemur, til út at ólavsøku hoyrist allan dagin hansara fagri fjølbroytti songur, meðan hann hongur høgt í lofti, hækkandi og lækkandi seg líkt og grátítlingur. Morgun og kvøld — og um miðsummar alla náttina — situr hann og syngur spakuligari. Sjáldan sæst hann í Føroyum, og enn sjáldnari eigur hann, so her hevur fáur hoyrt hansara viðgitna song. Svala. Svala (frøðiheiti - "Hirundo rustica"). Av svalum eru nógv sløg og ólík bæði í stødd og liti. Eitt teirra kemur til Føroyar hvørt ár, og verður so av Føroyingum nevnt "svalan" fram um hini. Hon er dimmblá omaná, reyðbrún á pannuni og kvørkrunum, og bleikt reydlig í neðra. Velið er dimt og djúpt sýlt. Hon er minni enn steinstólpa, men hevur nógv, nógv longri veingir, og her um vegir er eingin fuglur nærtil so væl floygdur. Kvik og fim snarar hon sær runt og snittar upp og niður og til viks, meðan hon flýgur so hart, at tað stendst á at eygleiða hana. Og hartil er hon áhaldin. Summarlanga dagin leikar hon sær á veingjunum uttan at seta seg. Føðin er mest flugur og mýggjabitar, sum hon tekur, meðan hon flýgur. Ofta strýkur hon tætt fram við fólki, og tá skilst ikki, um tað er fuglur ella okkurt annað, ið har fer. Hetta kvika flogið loypir hvøkk í fólk, sum rædd eru av sær; tí er svalan illa kend av summum í Føroyum; m. a. hevur hon fingið orð fyri at boða frá ófrættum. Men í londum, har sum hon eigur, eru øll góð við henda fitta fugl, sum er so spakur og fólkaalskin, at hann einans reiðrast har, sum fólk býr. Kleimið leiur, við hári og strái til at styrkja, klínir hon saman til eitt reiður, sum hon so klínir fast undir væðingina á húsum. Har, sum gluggar javnan standa opnir, flýgur hon stundum inn og festir tað upp at bitum og syllum. Tað hendir, at tær eiga í skúlastovu, tá dámar børnunum at síggja, hvussu tær bera ungunum mat. Um næstan alt Evropa eiga tær. Í Føroyum síggjast tær mest um várið, sjáldan um summarið, og bara fáar ferðir vita fólk tær hava átt her. Áarerla. Áarerla (frøðiheiti - "Motacilla cinerea") er ein 18 cm stórur spurvafuglur við longum veli, ið fyri tað mesta livir fram við áarløkum í stórum parti av Evropa og í Asia heilt yvir til Stillahavið. Títlingur. Títlingur ella summargrátítlingur (frøðiheiti - "Anthus pratensis") er í Norðurafrika og Suðurevropa um veturin. Higar kemur hann summi várini longu í mars, summi í apríl; og í mai koma stundum heilir flokkar í bøin. Skjótt fara teir so út í hagan at leita sær eftir bústað. Tvørtur ímóti fjørugrátítlinginum dámar hesum best á linum haga, har sum bleytar fløtur ella mýrar eru um vegir. Reiðrið leggja teir helst undir ein bakka, so tað ikki sæst og ikki rignir niður í tað. Har verpur hann 5-7 egg, brún við dimmum prikkum; bæði egg og ungar eru nógv smærri enn hjá fjørugrátítlinginum. Bøgan vermir; fer hon av, so vermir steggin, til hon er aftur. Annars syngur hann dúgliga uppiyvir, til ungarnir eru útkomnir. Eftir tað hoyrist hann minni, strevast við at veiða ungunum mat. Songur hansara er so líkur tí hjá fjørugrátítlinginum, at einans køn oyrur kenna teir at. Ungarnir elta tey gomlu, eftir at teir eru floygdir, og fáa mat frá teimum. Tíðliga á heysti rýma teir. Landanna millum flúgva teir ofta nógvir saman. Stundum gongst teimum illa. Eitt heystið stutt síðani, tá ið føroysku skipini komu heim undan Íslandi, fingu tey landanna millum áhaldandi ódnarstorm ímóti. Ein ófør mongd av summargrátítlingum settu seg á eitt av teimum. Teir vóru útlúgvaðir og so tyrstir, at teir drukku sjógv av dekkinum. Íløt við vatni vóru sett fyri teir, men teir ræddust tey. Tá ið skipið nærkaðist Mykinesi, sleptu teir raskastu sær á land, men hópur var eftir, tá ið teir komu fyri akker á Sørvági. Flestu av teimum flugu burt um náttina, men nógvir lógu eftir deyðir. Kyndil. Kyndil er eitt føroyskt hóndbóltsfelag frá Tórshavn. Steypakappingin. Í 2014 vunnu bestu bæði kvinnurnar og menninir hjá Kyndli steypafinaluna. Kvinnurnar spældu ímóti Neistanum. Kyndil vann dystin 14-19. Tað var fyrstu ferð í 14 ár, at felagið vann steypakappingina hjá kvinnum. Í 2000 vunnu kyndlakvinnurnar steypafinaluna fyri fyrstu ferð, tað var móti VB, tá vunnu tær dystin 22-21. Kyndil kvinnur í Sunsetdeildini 2011/12. a> og Kyndil spæla her ein dyst í Sunset kappingini í februar 2012. Venjarar hjá kvinnunum í Sunsetdeildini eru: Geir Wardum og Hákun Djurhuus. Grátítlingur. Grátítling (frøðiheiti - "Anthus petrosus") kenna øll, men tey fæstu hava ansað eftir, at tað eru tvey sløg. Bæði ganga tey undir einum navni, og vit noyðast so at geva teimum nýggj fráskiljingarnøvn. Annað slagið er í Føroyum alt árið; tað heldur seg mest uttan um húsini ella í fjøruni, og vit kunna so nevna tað fjørugratítlingur. Hitt er her bara um summarið, og vit fara so at kalla tað summargrátítlingur. Hvussu kennast tey at? Soleiðis: Fjørugrátítlingurin er ein góðan mun størri. Omaná er hann dimmari á liti og, helst um veturin, meiri grønleittur. Á bringuni er hann gráligur ella grønligur, meðan hin er gulleitthvítur. Báðir eru teir tætt settir við dimmum blettum, sum hjá summargrátítlinginum á kápuni renna saman í strikur. Á summargrátítlinginum hevur velið hvítan jaðara hvørjumegin, sum er skilligur at síggja, helst tá ið fuglurin flýgur; hin hevur eisini hvítleittar jaðarar á velinum, men so smalar, at teir síggjast neyvan, fyrr enn tú hevur fuglin í hondini. Fjørugrátítlingurin hevur dimmbrúnar føtur, summargrátítlingurin ljósbrúnar. Morbøkutur tyrningur. Morbøkutur tyrningur (frøðiheiti - "Lanius collurio") Ennissvartur tyrningur. Ennissvartur tyrningur (frøðiheiti - "Lanius minor") Morbøkutur eystantyrningur. Morbøkutur eystantyrningur (frøðiheiti - "Lanius isabellinus") Músabróðir. Músabróðir ella mortítlingur (frøðiheiti - "Troglodytes troglodytes") livir um allan heim. Omaná er hann morreyður, í neðra gráligur við svørtum rondum. Eisini honum dámar best, har sum grýtut er, sum í bjørgum og urðum ella við garðløg og veggjahús. Reiðrið hevur hann millum steinar, ella hann heingir tað upp undir væðingina á húsum — sethúsum líka væl sum úthúsum. Frálíka væl er tað gjørt; gras og mosa fløkir hann fast saman til ein snøggligan rundan knøtt við rúmi innan til at verpa og verma í — ytst eru nøkur grov strá til at halda saman, innast er mjúkasti mosi ella fjøður. Dyrnar eru á síðuni, eitt hol so trongt, at eingin annar fuglur sleppur inn at gera honum ónáðir. Báðir makarnir eru um verkið, og sama reiðrið nýta teir í mong, mong ár — við uppábót sjálvsagt. Har inni verpur bøgan so 6—8 elalítil hvít egg við reyðum prikkum. Eftir 13 døgum eru ungarnir útkomnir. Oftast klekja teir gomlu tá aftur aðru ferð. Fyrst, ið ungarnir koma úr reiðrinum, eru teir sera ússaligir at flúgva, og stinnfloygdur fuglur verður músabróðir aldri. Men fermur og fimur er hann, kvikur til fóts, kimiligur og knappur í vendini, so tað er lítið meir enn at eygleiða hann. Friður er ikki í honum, hoppar, titar, støkkur runt í heilum, skimast og kagar eftir øllum, smýgur inn í hvørja holu — so hann kann væl eita músabróðir. Altíð er hann fróur og kátur, syngur bæði árla og síðla, og syngur fagrast av øllum Føroya fuglum — og so harðmælt hatta lítla er! Um summarið trýtur ikki føðin, grindalokkar, flugur, smáir ormar o. a. Men í kava er ofta svangligt; tá leitar hann at húsum, stundum inn í hjallarnar at pikka mottu, ella hann setur á krovini. Kuldin sýnist ikki at rína á honum. Í tættasta kavaroki, tá ið hinir fuglarnir kúra og krógva seg, tá hoppar hann líka fúsur og bragdligur millum holurnar. Og so skjótt hann kennir ein linna í rokinum, sker hann í at syngja, so glaðliga, at fólk lívast upp og fær kenslu av sól og várlýkku. — Mangur hevur roynt at ala hann, men í búri livir hann ikki. Bringureyði. Bringureyði (frøðiheiti - "Erithacus rubecula") er nakað minni enn steinstólpa. Hann er gulligtreyður niðast av bringuni og upp um eyguni og nevið; veingir og vel eru brún; annars er hann morgrønur omaná, mest hvítur í neðra. Hann eigur í Noregi og Danmark og so longur burturi. Til okkara kemur hann stundum um summarmála (14. apríl), men rýmir tá skjótt. Aftur kemur hann um veturnætur (14. oktober) og kann tá steðga til út ímóti jólum — hendir seg allan veturin. Ofta leitar hann í hoygarðar og hoppar har millum desirnar at fáa sær mýggjabitar og hoysniglar. Tað er vakur fuglur, varin og vitugur og sera spakur. Tey stóru klóku eyguni ansa eftir øllum, ið fyriferst — tó kann tann, ið varliga fer at, koma honum so nær, at hann næstan røkkur at nema við hann. Har, sum ikki kettur eru, steðgar hann ofta í nógvar dagar. Alifuglur er hann sera alskin, kennir væl húsfólkið, kemur til teirra og letur so blídliga, tá ið hann sær tey koma inn. Náttargali. Náttargali (frøðiheiti - "Luscinia luscinia") er ein lítil gráur fuglur, sum einki býður sær út í fólkaeygum — men so mikið meir í oyrunum. Frá eldgomlum tíðum hevur hann verið tiltikin sum besti sangarin av øllum fuglum. Til Føroyar kemur hann ikki; norðurmark hansara er Danmark og Svøríki. Fyrst hann er komin, syngur hann alla náttina. Tá ið klekingin kemur fyri, syngur hann minni og einans á degi; og er jóansøka farin, hoyrist hann ikki. Sum longur kemur suður í Europa, verður meir av honum. Allartættastur er hann í Spania; har hoyrist sangurin allastaðni, sum viðavøkstur er. Málið er óføra vakurt og tónarnir yndisliga fjølbroyttir: mjúkasta bríksl skiftir við klingandi hart ljóð, tenjandi tunglyntur sangur við kvikliga kátan. Tórshavnar Kamarkór. Tórshavnar Kamarkór varð stovnað í 1985 av Ólavi Jøkladal. Kórið leggur seg eftir at syngja nýggjari og eldri kamartónleik. Á sangskránni eru eisini nýggjar kórútsetingar, sum kórið hevur umbiðið frá føroyskum og útlendskum tónaskøldum. Kórið telur uml. 30 sangarar. Útgávur. Blátt varð útgivin í 1996. Uttanlandaferðir. Her er ein listi yvir uttanlandaferðir. Nakrar av ferðunum eru gjøllari lýstar niðanfyri. Dimmur velreyði. Dimmur velreyði (frøðiheiti - "Phoenicurus ochruros") Svimjing (ítróttur). Umframt innandura svimjing er eisini eitt annað slag av svimjing, sum á føroyskum nevnist havsvimjing. Á enskum eitur hetta slag av svimjing "Open Water Swimming", her verður svomið uttandura antin í sjónum ella í vøtnum ella áum. Svimjarar hittast til ymiskar svimjikappingar, sum eisini verða róptar svimjistevnur. Í Føroyum eru fleiri ymiskar svimjistevnur. Føroyskir svimjarir luttaka eisini á svimjistevnum uttanlands, eitt nú til World Cup stevnur, Oyggjaleikir (sum er blandað ítróttarstevna), EM og HM. Stólpa. Stólpa (frøðiheiti - "Oenanthe" & "Saxicola") Steinstólpa. Steinstólpa (frøðiheiti "Oenanthe oenanthe") kemur á summarmála, søgdu tey gomlu; men ikki er tað á hvørjum ári, hon vinnur fram í rættari tíð. Ei undur í. Um veturin er hon suðuri í heita Afrika, og vegurin haðani er bæði langur og torførur. Fyrsta strekkið gongur lætt, men brátt møtir Miðjarðarhavið. Tó at hon als ikki. sær yvir um tað, kennir hon á sær, hvar ið smalast er, og heldur so á har. Síðani gongur leiðin norður gjøgnum Spania ella Italia, men har er fólkið so illa vant, at tey skjóta smáfuglar, so hon má vara seg væl. Hevur hon bjargað sær norður móti markinum, so møtir annar vandin — hon má upp um fjøllini, og tey eru mangar ferðir hægri og breiðari enn størstu fjøll í Føroyum. Haruppi liggur altíð kavi; ofta slær hann í rok, og tá er ikki tespiligt hjá lítlum fugli — summar stirðna í hel. Er hon vunnin niður hinumegin, so hevur hon makliga ferð eina tíð — slætt land og hampiligt fólk, sum letur smáfugl hava frið. Men so kemur seinasta ódnartakið — hitt breiða havið við sínum misjavna veðurlag. Fáa tær høgættarstorm, so reka mangar burtur av leið og lata lív. Men tær nógvu koma fram — móðar og útstrevaðar, so fyrstu dagarnar er lítið um tær. Tá ið tær eru hvíldar, láta tær so lystiliga, hjartansglaðar um at vera komnar aftur til heimland sítt, tær grýtutu Føroyar. Grót dámar steinstólpu væl; mest setur hon seg á garðar og varðar ella stórar steinar — og altíð ovast á, tí vítt útsýni vil hon hava. Lætt er at kenna makarnar at. Steggin er blágráur omaná, bøgan morgrá; í neðra eru bæði reydlig, men steggin er bleikari; steggin er svartur um vangan, bøgan bleik. Hon eigur í gørðum og veggjaholum og millum urðagrót. Reiðrið er av grasi, ofta við broddaull, faksi ella fjøður innaní. Eggini eru blá, 6—8 í tali. Eftir 14 døgum eru ungarnir útkomnir. Mest er tað mamman, ið føðir teir; pápin situr stutt frá og kvøður fyri teimum: tsjipp tsjipp jü, sigur hann. Floygdir ungar líkjast mest bøguni, men eru meir illlittir. Um mikkjalsmessu rýma tey, steggjarnir fyrr, ungar og bøgur seinni. Aldutrøstur. Aldutrøstur (frøðiheiti - "Zoothera dauma") er ein fuglur, ið hoyrir til fuglafamiljuna, ið nevnist Trøstur. Morbøkutur trøstur. Morbøkutur trøstur (frøðiheiti - "Catharus ustulatus") Fjalltrøstur. Fjalltrøstur (frøðiheiti - "Turdus pilaris") er heldur størri enn óðinshani. Hann er vakur á liti. Kápan er brún, dimmari og ljósari flekkut; annars er hann gráur omaná; øsið og bringan eru brúngul við longum svørtum blettum; búkurin er hvítur og velið svart. Hann eigur norðarlaga í Noregi. Um veturin heldur hann seg longur suðuri, í Svøríki og í Danmark. Men tá fer hann ofta til stroks aðrar vegir, og mangan sæst hann í Føroyum, oftast einstakir ella fáir saman, men stundum í stórum flokkum. Í desember 1936 sóust hundraðtals í mongum bygdum, hoppandi kvikir um í bønum. So við og við fækkaðust teir, og eftir halvarðsøku vóru eingir at síggja. Óðinshani. Óðinshani (frøðiheiti - "Turdus iliacus"). Um várið, tá ið sólin hækkast á himli, so dagarnir leingjast, og veðrið verður lýggjari, tá koma nógvir fuglar heim aftur, sum flýddu burtur undan tí kalda vetri. Ein teirra er óðinshanin. Eftir mariumessu síggja vit hann í bønum, eyðkendur av einum stórum reyðum liti á síðuni niðan fyri veingin, og av einari bleikgulari striku yvir eyganum. Bringan er gullig, tætt sett við stórum morlittum blettum; búkurin er hvítur og hevur færri blettir; annars er hann mest brúnur. Til støddar er hann nakað sum stari og hevur longri vel. Fyrst síggjast teir einstakir ella fáir saman, seinni í flokkum so stórir sum staraflokkar. Helst eru teir á nýtaðaðum svørði, tí har er mest av ormi, sum teir liva av hesa ársins tíð. Raka teir við ein stóran urtagarð við trøum í, tá verða teir fegnir, tí óðinshanin er skógarfuglur og føðir seg um summarið av berum og fræ. Er veðrið gott, so láta og syngja teir, og vakurt er mál teirra; men er flokkurin stórur, og allir royna, hvør harðast kann syngja, verður tað sovorðin gangur, at oyrur okkara illa tola tað. Nógv fagrari ljóðar songur teirra ta tíðina, tá ið teir setast í búgv og hava ungar. Men tað hoyra vit einki til; um halvarðsøku leitar hann hiðani og norður til Íslands. Har reiðrast hann í skógum og frøir fólkið við songi sínum. Nú ið teir niðursettu skógirnir við Havnina og í Hoydølum eru uppvaksnir, hava nakrir fáir átt har. Eggini eru grøn við brúnum blettum. Um heystið koma teir aftur. Men tá steðga teir lítið her; flestallir halda leiðina fram til Suðurevropa. Lítil gulljómari. Lítil gulljómari (frøðiheiti - "Iduna caligata, Hippolais caligata") Tindur (Trongisvágur). Tindur, sæð frá Røðini í Trongisvágsbotni. Tindur er eitt fjall í Suðuroynni, vestanfyri Trongisvág. Fjallið er 514 metrar høgt. Tað tekur umleið 15-20 minuttir at ganga til Røðina frá Hvalbiartunlinum, har eitt skelti vísir vestur til Røðina. Træpinnar ella sonevndir prestar eru settir niður í jørðina fyri at vísa veg. Gingið verður uppi á einum hamara, so ansast má eftir ikki at detta omanav. Eitt lítið stakitt er sett upp, har sum kikarin stendur beint við eggina. Útsýnið er einastandandi bæði norðureftir til fuglabjørgini og suðureftir móti Trongisvágsbotni og Fámjin. Sjálv bygdin Fámjin sæst tó ikki. Borgarknappur. Borgarknappur er eitt fjall í Suðuroynni, sum er 574 metrar høgt. Fjallið er mitt í oynni og sæst úr fleiri støðum, tað sæst best úr Hovi og úr Fámjin. Hannibal. Hannibal (247–183/181 f.Kr.) var ein puniskur herførari úr Karthago. Hann er einamest kendur fyri at leiða her sín, við stríðsfílum, upp um Alpurnar í eini roynd at hertaka Rom. Síðani deyða hansara hevur hann verið virdur sum ein av bestu herførarum í søguni. Uppvøkstur. Hannibal var sonur kartaska leiðaran Hamilcar Barca. Hann hevði fleiri systrar og tveir beiggjar, Hasdrubal og Mago. Eftir at Karthago hevði tapt tað 1. puniska kríggið fór Hamilcar í holt við at leggja tað Iberisku hálvoynna undir seg. Tað var á hesum herferðunum, at Hamilcar tók tann unga Hannibal við sær. Tað sigst, at ímeðan Hannibal var í Spania, lovaði hann pápa sínum altíð at hata Rom. Hamilcar doyði í bardaga um ár 228 f.Kr., og Hasdrubal, svágur Hannibals, gjørdist nýggjur herovasti. Tá Hasdrubal varð dripin sjey ár seinni, bleiv Hannibal nýggjur herførari einans 26 ára gamal. Puniska kríggið. Stutt eftir at Hannibal var vorðin herførari, gjørdi Rómverjaríkið eina samansvørjing við spanska býin Saguntum. Hetta sá Hannibal sum brot á eina friðaravtalu, sum Rom og Karthago høvdu um hetta mundi, og legði tí býin í oyði. Eftir hetta kunngjørdu rómverjar kríggj, og so byrjaði annað puniska kríggið. Hannibal førdi um várið 218 f.Kr. herdeildir sínar úr Spania, upp um Alpurnar, og kom til Italia í desember. Áðrenn Hannibal fór upp um Alpurnar, hevði hann 52.000 hermenn undir sær. Ferðin var ikki løtt og tá hann var komin til Italia, hevði hann bara 24 000 hermenn og nakrar heilt fáar fílar eftir. Komin til Italia, fekk hann fleiri uppreistrarsinnaðar italiumenn við í sín part. Ímóti rómverjum vann hann tríggjar stórar sigrar, og at enda var eingin herur ímillum hann og Rom. Hann helt tó ikki, at tað var ráðiligt at gera eina roynd at hertaka býin. Illa kroystir sendu rómverjar herdeildir til Afrika, og Hannibal varð noyddur at fara heim aftur. Komin heim tapti hann sín fyrsta bardaga og var noyddur at yvirgeva seg. Harðar treytir vóru givnar Karthago. Hon misti øll økir í Spania og skuldi harumframt gjalda eitt stórt krígsendurgjald. Eftir kríggið. Eftir kríggið gjørdist Hannibal politikari og Karthago fór aftur at blóma. Sjey ár eftir kriggið kravdu rómverjar at Hannibal yvurgav seg, og hetta gjørdi, at hann fór í útlegd, og var tað restina av sínum lívið. Eftir at hann var farin úr heimbýnum stuðlaði hann, millum øðrum, Efesus og Bithynia í teirra stríði við Rómverjaríkið. Deyði. Um ár 183/181 f.Kr. fingu rómverjar frænir av at Hannibal fjaldi seg í Libyssa. Tá teir vóru um at fáa hendur á honum, eitraði hann seg sjálvan fyri ikki at fella í rómverskar hendur. Áðrenn hann doyði, skrivaði hann á eitt papír: "Lat okkum lætta ta byrðuna, rómverjar so longi hava borið, síðani teir ikki hava tol at bíða til ein gamal maður doyr". Hann var millum 64 og 66 ára gamal, tá hann doyði. Karthago. Karthago er ein fornfrøðiligur býur í norður Afrika (í dag Tunesia). Býurin verður mettur at verða grundlagdur umleið 1215 ár f.kr. av fønikarum. Býurin gjørdist eitt stórveldið í tí fornfrøðiliga heiminum, og kom í stríð við Rómverjaríkið í ár 264 f.kr. Eftir trý kríggj við rómverjar (Tey punisku kríggini) varð býurin lagdur í oyði ár 146 f.kr. Eyggulríputur ljómari. Eyggulríputur ljómari (frøðiheiti - "Phylloscopus bonelli") Rómverjaríkið. Mediolanum (286-402, vestara) Augusta Treverorum Ravenna (402–476, vestara) Nicomedia (286-330, eystara) Konstantinopel (330-1453, eystara) Rómverjaríkið var eitt stórveldi, ið rakk allan vegin runt um Miðjarðarhavið og heilt norður til Bretlands. Rómverjaríkið varð grundlagt, tá ið Augustus keisari kom til valdið í ár 31 f.Kr. Rikið gekk til grundar, tá ið seinasti keisarin, Romulus Augustus (461–511), í árinum 476 varð tvungin av vesturrómverska heryvirmanninum Odovakar (433–493) til at siga keisaratrónuna frá sær. Hetta verður í dag ofta roknað sum byrjanin uppá miðøldina. Gebze. Gebze (fyrr Libyssa) er ein býur í Turkalandi. Tað var í hesum býnum at Hannibal tók sítt egna lív í ár 183 f.kr. Efesus. Efesus (grikskt: "Ἔφεσος", turkiskt: "Efes") var ein griskur býur í Lítla Asia, sum nú er Turkaland. Hann lá á strondini við Egearahavið. Býurin var búsettur við grikkum í 10. øld f.Kr. og var kendur fyri Artemistemplið, sum var eitt av 7 undrunum í heiminum. Leivdirnar í býnum eru nú atkomuligar frá havnini Kusadasi. Efesus liggur eystanfyri grisku oynna Samos. Miðøldin. a> standa enn miðaldarborgir. Tjúkku múrarnir og tornini vórðu gjørd, at ógjørligt skuldi vera hjá fíggindum at oyða tær. Miðøldin er eitt tíðarskeið í evropeiskari søgu. Flestu søgufrøðingar eru samdir um at miðøldin byrjar í ár 476 og endar í ár 1453. Í miðøld vóru stórar fólkaflytingar, kristindómurin varð borin um alt Evropa, og kirkjan fekk ovurstórt vald. Leingi varð hildið, at miðøld var myrkt og óhugnaligt tíðarskeið - nógv og harðlig kríggj, krossferðir og svartideyði, tí ið um triðingurin av fólkinum doyði. Tá fór nógv vitan fyri skeyti, og hildið verður, at vit í Føroyum tí vita so lítið um tíðina fyri 14. øld. Men í miðøld blómaðu eisini list og mentan. Tá vóru nógvu og stórfingnu kirkjurnar bygdar. Framburður var eisini í handli, sjóvinnu og handverki. Tey lærdu at prenta bøkur, og m.a. vórðu kumpassin og mekaniska urið tikin í brúk. Bókmentir vórðu skrivaðar, og nógv kvæði eru yrkt í hesari tíð. Miðøld endaði í 15. øld, tá ið endurburðartíðin fór um alt Evropa. Miðøld tekur við, tá ið Rómverjaríki fór til grundar um ár 400, og varir til trúbótina um ár 1500. Bermenn (fløga). Bermenn (2003) er fyrsta útgávan hjá tónleika bólkinum Páll Finnur Páll. Thales. Thales (umleið 624 BC – umleið 546 BC) var ein griksur heimspekingur frá Miletus. Aristoteles roknaði hann fyri at verða tann fyrsta av teimun griksu heimspekingunum. Thales royndi at fáa greiði á nátúrligum fyribrigdum uttan at leita til tað yvurnátúrliga. Eisini varð hann tann fyrsti at føra fram eina hypotesu og er tí í dag kendur sum "faðirin at vísindini". Vatn sum grundarlag. Mest kenda meiningin hjá Thales er hansara kosmologiska thesa ið byggur á at vatn er upprunin til alt. Alt er vatn og vatn er alt, bara í ymiskum formi. Xenofanes. Xenofanes (umleið 570 f.Kr. – umleið 475 f.Kr.) var ein griksur heimspekingur og yrkjari frá Kolofon í jóniska Lítlu Asiu (har ið vesturstrond Turkalands er í dag). Sambært Aristoteles var hann tann fyrsti, sum lærdi, at alt er ein stór eind. Høvuðsvartur ljómari. Høvuðsvartur ljómari (frøðiheiti - "Sylvia melanocephala") Kinnhvítur ljómari. Kinnhvítur ljómari (frøðiheiti - "Sylvia cantillans") Reyðknokkutur títlingskongur. Reyðknokkutur títlingskongur (frøðiheiti - "Regulus ignicapilla") Títlingskongur. Títlingskongur (frøðiheiti - "Regulus regulus") er minsti fuglur í norðara helmingi av jarðknøttinum. Hann er grágrønur omaná, bleikgráligur í neðra, tvørtur um hvønn veingin ganga tvær hvítar rendur; á skallanum hevur hann ein fagran gulan topp við svørtum ringi uttanum — tað er av hesari "gullkrúnu", hann hevur fingið navnið. Hann eigur í skógum víða hvar í Evropa. Reiðrið líkist nakað mortítlingsreiðri; eina breiða fjøður heingir hann niður fyri dyrnar, so tær skulu ikki síggjast. Í Føroyum sæst hann av og á, mest um heystið. Helst leitar hann í urtagarðar, og børn verða so fegin av at síggja henda evurslítla fugl, sum er so lívligur og vakur og spakur. Eitt heystið var ein flokkur í Gásadali. Um mikkjalsmessu kom kavi, og teir vóru tá so stirdir, at teir lótu seg taka. Børnini bóru teir inn í stovuna og sleptu teimum á urtapottarnar. Tá ressaðust teir skjótt. Í 3 dagar hoppaðu teir har millum rósurnar og pikkaðu blaðlýs. So lættir vóru teir, at ikki bognaðu bløðini undan teimum. Tá var kavin burtur, og so sleptu børnini teimum út aftur. Og tað gjørdu tey rætt, tí inni liva teir stutt. Hálshvítur nápur. Hálshvítur nápur (frøðiheiti - "Ficedula albicollis") Skógtíta. Skógtíta (frøðiheiti - "Poecile montanus, Parus montanus") Huldutíta. Huldutíta (frøðiheiti - "Periparus ater, Parus ater") Blátíta. Blátíta (frøðiheiti - "Cyanistes caeruleus, Parus caeruleus") Spurvur. Spurvur (frøðiheiti - "Passeridae" & "Emberizidae") Øsgulur riðispurvur. Øsgulur riðispurvur (frøðiheiti - "Emberiza hortulana") Eyghvítríputur spurvur. Eyghvítríputur spurvur (frøðiheiti - "Emberiza rustica") Bringugulur spurvur. Bringugulur spurvur (frøðiheiti - "Emberiza aureola") Knokksvartur spurvur. Knokksvartur spurvur (frøðiheiti - "Emberiza melanocephala") Snjófuglur. Snjófuglur (frøðiheiti - "Plectrophenax nivalis") er sum grátítlingur til støddar. Liturin skiftir eftir aldri og ársins tíð. Steggin er um heystið brúnur um háls og høvur, brún- og svartflekkutur á kápuni, men tað brúna lýsnar, alt sum frá líður, og tá ið summarið er komið, er han einans svartur og hvítur. Veingirnir eru svartir og hvítir alla ársins tíð. Um heystið líkist bøgan nógv steggjanum, men er meira gráreyð omaná; hon bleikist lítið, so á sumri eru tey góð at kenna at. Og hon er altíð nógv minni hvít á veingjunum. Nevið er gult á vetri, svart á sumri. Tað er harðbalin fuglur og tekur sær heim langt norðuri í kuldalondum, sum á Svalbarði, Grønlandi og Novaja Semliu í Russlandi. Eisini eigur hann nógvur í Noregi og Íslandi, men høgt uppi í kuldanum. Á vetri leita summir til lýggjari lond, eitt nú Føroyar. Her halda teir sær um hægstu fjøllini, men í kavaroki koma teir í flokkum oman í bøin. Og føði finna teir, tí feitir eru teir. Móti sumri fara teir norður aftur. Nøkur fá hjún verða tó eftir á hægstu fjøllunum og eiga í grótreynunum har uppi. Reiðrið líkist steinstólpureiðri. Oftast eru 5 egg. Steggin syngur hugaliga fyri bøgu síni, meðan hon vermir. Floygdir ungar eru brúngráir omaná, gulgráir í neðra. Í Íslandi eru nógvir snjófuglar um veturin. Tá er sjáldan ella aldri tátt, og so gongst teimum stravið at føða seg. Men so hjálpir fólkið teimum. Mangastaðni hava skúlabørnini tikið sær fyri at geva teimum matmolar og annað, og tá verða teir frálíka spakir. Soleiðis áttu føroysk børn eisini at lívgað okkara smáfuglar — eitt nú grátítlingar, kvørkveggjur, starar, — tað verður børnunum til gleði so væl sum fuglunum. Øshvítur spurvur. Øshvítur spurvur (frøðiheiti - "Zonotrichia albicollis") Reyðoygdur ljómari. Reyðoygdur ljómari (frøðiheiti - "Vireo olivaceus") Aurelius Augustin. Augustin av Hippo (354-430) eisini kendur sum Sankta Augustin'", var heimspekingur, lærari í retorikki, katólskur bispur og tann týdningarmesti av øllum teimum latínsku kirkjufedrunm. Hann hevði stóran áhuga fyri hugtakinum tíð. í 2004 týddi Eilif Samuelsen Játtanir Augustinussar ("Augustini Confessiones" á latínskum) til føroyskt og gav týðingina út á egnum forlag. Oyðuígða. Oyðuígða (frøðiheiti - "Rhodopechys githaginea, Bucanetes githagineus") Stórt krossnev. Stórt krossnev (frøðiheiti - "Loxia pytyopsittacus") Krossnev. Krossnev (frøðiheiti - "Loxia curvirostra") livir mest í grannaskógum, og um veturin føðir hann seg mest av grannafræ, um summarið etur hann eisini ormar. Tað er spakur fuglur, men hagfastur er hann ikki, og á sumri ger hann stór rensl út í onnur lond — eisini higar til okkara. Til støddar er han nakað sum grátítlingur, men tjúkkari. Nevið er stutt og fórtligt; bæði yvirnevið og undirnevið hava stóran krók, sum skarast um hvønn annan — harav hava teir navnið. Veingir og vel eru morlitt, men annars er liturin sera ójavnur. Bøgan er grøn omaná, gulgrá í neðra. Ungarnir eru grásprøklutir við gulligum baki. Steggjarnir eru fyrst gulir, men teir rodna, alt sum teir eldast, og verða til endan fagurt reyðir. Tað, ið higar kemur, er mest ungfuglur, alreyður steggi er sera sjaldsamur at síggja. Summi árini koma teir í flokkum. Á sumri 1927 var meingi av teimum um allar Føroyar. Her eru eingir grannakonglar at høgga í, so ótu teir hømiliufræ í staðin. Tá ið leið út í august, rýmdu teir. Vongblikut krossnev. Vongblikut krossnev (frøðiheiti - "Loxia leucoptera") Reyðkollur. Reyðkollur (frøðiheiti - "Carduelis flammea") er heldur minni enn steinstólpa. Á sumri er hann grásprøklutur á kápuni, hvítur við gráum strikum í neðra; veingirnir eru dimmir við hvítari rond; skallin er glitrandi reyður; steggin er eisini reyður á bringuni og drunninum. Um veturin er bøgan brúnlig, har sum hon var hvít, og oman á skallanum. Hann eigur í Norðanlondum, eitt nú Íslandi og Noregi. Um veturin flytur hann seg suður, men summir verða eftir, og í kava leita teir at húsum eftir føði. Hann er sera spakur fuglur. Í Føroyum síggjast teir stundum, mest vár og heyst; hent seg hevur, at teir hava klakt og fingið ungar. Gráspurvur. Gráspurvur (frøðiheiti - "Passer domesticus") líkist nógv skógspurvi, men kennist frá honum av tí, at hann er gráur oman á høvdinum og hevur ongan svartan blett á vanganum. Velið er mest svart við klønum gráum strikum. Bøgan er svartflekkut á bakinum, annars mest grá. Hann livir víða um verð og heldur seg helst tætt upp at húsum. Í Føroyum er hann nýkomin. Í 1935 sóust teir fyrstu suðuri í Vági, um 1940 á Tvøroyri og um 1944 í Havn. Og í øllum hesum støðum hava teir nørst óføra skjótt; hann klekir minst tvær ferðir um árið, kanska tríggjar. Tað sigst, at teir eta ber og gularótafræ í urtagørðunum. Skógspurvur. Skógspurvur (frøðiheiti - "Passer montanus") er til støddar nakað sum grátítlingur. Omaná er hann flekkutur av brúnum og svørtum, uppi á høvdinum reyðbrúnur, vangarnir eru hvítir við svørtum bletti í; tvørtur um veingin ganga tvær hvítar rendur. Velið er grátt. Í 1866 komu tveir til Skúvoyar. Teir klaktu tvær ferðir um árið, og við tíðini nørdust teir so, at fleiri stórir flokkar vóru altíð at síggja í bønum; aðrar oyggjar komu teir ikki í. Teir ótu kornið av veltunum, og Skúvoyingar vistu sær eingi ráð til at sleppa av við teir. Men so hvurvu teir líka brádliga, sum teir vóru komnir. Síðan tá hava teir lítið sæst í Føroyum. Skjóra. Skjóra (frøðiheiti - "Pica pica") eigur í Evropa og Ásia. Men hon er ikki í norðastu grendunum, til dømis í Íslandi. Skjóra er sera tjóvsk. Hon tekur ofta myntir, prýðislutir og annað, ið glitrar og skyggir, og goymir ella grevur tað niður. Rókur. Rókur (frøðiheiti: "Corvus monedula") líkist kráku í vakstrarlag, men er nógv minni, ikki størri enn ein lítil dúgva, og klænri upp á seg. Vanligi rókurin er vakurt gráur um hálsin og vangarnar, annars er hann svartur omaná og dimmgráur í neðra; eyguni eru hvít. Eitt annað slag er alt svart við dimmum eygum; tað er nevnt rókurin svarti. Vanligi rókurin eigur í Norðanlondunum, rókurin svarti í Onglandi og Skotlandi. Rókur er vitugur fuglur; altíð væl hýrdur fær hann lív í, har hann kemur. Hann livir helst í stórum flokkum, ofta saman við hjaltakrákum ella starum. Ongum fugli ger hann ónáðir, tekur hvørki egg ella ungar. Hann heldur seg nógv at bygdum, og eigur ofta uppi á klokkutornum ella hústekjum og skorsteinum; flestu eiga tó í skógum. Áður kom hann ikki so sjáldan til Føroyar — tó ikki so nógvur sum hjaltakrákan. Eisini hann er nógv fækkaður, men enn hendir tað at síggja bæði hin vanliga rókin og rókin svarta. Kráka. Krákufuglar (frøðiheiti "Corvus corone") eru sera eyðkendir bæði í atferð, stødd og á hása, hvølla látinum. 116 krákufuglasløg eru til. Í landbúnaðinum gera teir skaða, tí teir eta t.d. korn og fræ. Krákufuglar eta alt møguligt. Umframt korn eta teir skordýr, fruktir, smá súgdýr og ræ, eisini pisur og fuglaegg. Útbreiðsla. Nógv kráka eigur bæði í Evropa, Ásia og Norðuramerika. Men hóast nógv skjórusløg halda til í teimum tøttu skógunum í bæði Ásia og Suðuramerika, so eru tær sjáldan at síggja. Í oyggjunum í Norðuratlantshavi er hon vanlig allastaðni. Í Norðuratlantshavi eigur hon bæði í bjørgum og bygdum lendi, og kappast hon tí við ravnin. Krákur í Norðursvøríki og Norðurnoregi flyta stutt, og nakrar teirra koma ivaleyst í Norðuratlantshav. Ógvuliga fáar koma til Íslands eins og bæði rókur og felliskráka, kanska úr Svøríki og Noregi. Hjaltakráka eigur í Orknoyggjum og er heldur sjáldsom at síggja í hinum skotsku oyggjunum. Í Føroyum sæst hon eisini sjáldan. Hamilcar Barca. Hamilcar Barca (ca. 275 – 228 f.Kr.) var ein Kartanskur leiðari. Hann var pápi at tí kenda Hannibal. Hann grundlegði býin Barcelona í triðju øld f.kr. Alpurnar. Alpurnar eru ein stór evropeisk fjallaketa. Tær røkka frá Eysturríki og Slovenia í eystri, gjøgnum Italia, Sveis, Liktinstein og Týskland; til Fraklands í vesturi. Alpurnar eru ungur fjallaryggur. Kjølurin í Noregi er 10 ferðir so gamal. Tí hevur tíðarinnar tonn ikki máað so nógv burtur av Alpunum, og enn eru fjøll í Alpunum, sum er hægri enn 4 800 m. Hægst uppi í Alpunum í Miðevropa eru nógvir jøklar. Í ístíðini lógu Alpurnar sum Norðurlond undir ísi. Meðan jøklarnir skruddu, máaðu teir nógv lendi burtur, og eftir vóru stórir u-skapaðir dalar. Í hesum dølum er fruktagott lendi. Har eru mangir býir og nógv gistingarhús. Um veturin standa tey á skíðum í Alpunum, og um summarið ganga tey á teimum vøkru og stórslignu fjøllunum. Tiberius. Tiberius Julius Caesar Augustus (føddur 16. november 42 f.Kr., deyður 16. mars 37 e.Kr.), føddur Tiberius Claudius Nero, var rómverskur keisari frá ár 14 e.kr. til 37 e.kr. Tey punisku kríggini. Tey punisku kríggini vóru ein røð av kríggjum ímillum rómverjar og karthagobúgvar. Tey verða býtt upp í trý, tað fyrsta (264 f.Kr til 241f.Kr.), annað (218 til 202 f.Kr.) og tað triðja (149 f.Kr. til 146 f.Kr.). Mont Blanc. Mont Blanc ella Monte Bianco (føroyskt: Hvítt fjall) er hægsta fjall í Alpunum og Vesturevropa. Tað rísur 4.810,45 metrar og er tað 11 hægsta fjallið í verðini. Jacques Balmat og Michel Paccard úr Fraklandi vóru fyrstir upp á Mont Blanc. Tað var 8. august 1786. Latínskt mál. Latín (á latíni: "lingua latīna", IPA: [ˈlɪŋɡʷa laˈtiːna]) er klassiskt mál, ið hoyrir til italsku málættina og soleiðis til indo-evropeisku málættina. Latínska stavraðið mentist frá tí etruskiska stavraðnum og tí euboiiska grikska stavraðnum og at enda úr tí fønikiska stavraðnum. Latín var uppruniliga talað í Latium, í Italiahálvoynni. Ígjøgnum valdið hjá Rómverska tjóðveldinum varð latín tað ráðandi málið, fyrst í Italia og seinni tvørtur ígjøgnum Rómverjaríkið. Talumálslatín mentist til tey rómanska mál, t.d. italskt, portugisiskt, spanskt, franskt og rumenskt. Nógv orð í enskum og eisini donskum komu frá latíni. Latínskar røtur brúkast í guðfrøði, lívfrøði og læknafrøði. Undir seina Rómverska tjóðveldið (um 75 f.Kr.), varð fornlatín fyrisett til klassiskt latín. Talumálslatín var tað mál, ið talaðist um tað mundið og sýnist í innskriftum og verkum av skemtleikskøldum sum Plautus og Terentius. Seinlatín er skriftsmálið frá 3. øldini og miðaldarlatín er málið frá 9. øldini, ið mentist til endurburðarlatín undir endurburðartíðina. Seini mentist nýlatín. Latín varð brúkað fyri altjóða samskifti og vísindi til 18. øldina, tá ið man byrjaði brúka talumál fyri skriftir. Kirkjulatín er enn almennt mál í Pávastólinum og Rómversk-katólsku kirkjuni. Latín undirvísast í skúlum um allan heim. Latín er bendingarmál og hevur trý kyn og sjey føll. Fonologi. Latínski framburðurin er umskapaður t.d. frá frágreiðingum, stavivillum og orðaleikum. Aðrar keldur eru fornupprunafrøði og stavingar av latínskum orðum í øðrum málum. Hjáljóð. Klassiskt latín hevði ongan mun ímillum stórar og smáar bókstavir og hevði ikki bókstavirnar. Í staðin fyri brúkti man ávikavist; soleiðis vóru bæði hjáljóð og sjálvljóð. Á okkara døgum brúkar man oftast í staðin fyri klassisku. Nakrar skipanir brúka fyri sjálvljóðini /j w/, men brúkast aldri fyri. Ósamansett sjálvljóð. Klassiskt latín hevði ongan mun ímillum ⟨U⟩ og ⟨V⟩. Í staðin brúktist ⟨V⟩ eisini sum hjáljóð og sum sjálvljóð. ⟨Y⟩ kom frá grikskum og úttalaðist sum ⟨u⟩ ella ⟨i⟩ av nøkrum talarum. Klassiskt latín hevði bæði stutt og long sjálvljóð. Á okkara døgum skrivar man oftast long sjálvljóð við makron, t.d. ⟨ā ē ī ō ū⟩, og stutt sjálvljóð eru ómerkt. Sjálvljóðsbókstavur fyri við orðsenda, ella sjálvljóðsbókstavur fyri ella, verður langt nasasjálvljóð, t.d. "monstrum" /mõːstrũː/. Tvíljóð. Klassiskt latín hevði fleiri tvíljóð. Vanligastu vóru. var óvanligt og vóru sera óvanlig, serliga í upprunaligum latínskum orðum. Hesar samansetingar av bókstøvum vorú ikki altíð tvíljóð, uttan kundu vera tvey sjálvljóð í tveimum stavilsum (og) ella eitt sjálvljóð og hálvhjáljóðið /j/ ella /w/ (). Dømir eru "aēnus" [aˈeː.nʊs] "í bronsuni" og "eius" [ˈɛj.jʊs] "hansara". Í talumálslatíni gingu saman við. Tílíkur framburður var eisini hjá smærri mentaðum talarum. Turkiskt mál. Turkiskt mál er høvuðsmálið í Turkalandi, í Norðurkýpros og í Kýpros (saman við grikskum). Harumframt verður turkiskt eisini tosað í fleiri londum kring heimin, har turkiskir minnilutar búgva. Navnorð. Tað er onki bundið kenniorð (definite article) á turkiskum, men tann bundni formurin verður vístur við at hvønnfall ending verður brúkt (sí niðanfyri). Turkisk navnaorð verða bend við at fáa ávísar endingar, eins og í latíni. Tað eru seks føll á turkiskum, har allar endingarnar fylgja sjálvljóðsharmoni við nýtslu av hevja tónatión (superscript notation). Fleirtalsmarkørurin "-ler"² fylgir beinleiðis navnorðinum áðrenn nakað annað fall ella nakra aðra ending (t.d. "köylerin" "bygdanna" ella "av bygdunum"). Hvønnfalls markørurin verður bert brúktur til bestemta kenniorðið (definite objects); samanber "(bir) ağaç gördük" "vit sóu eitt træ" við "ağacı gördük" "vit sóu træ"-ið. Fleirtals markørurin "-ler"² verður vanliga ikki brúktur tá ein flokkur ella bólkur merkir: "ağaç gördük" kann eins væl týða "vit sóu trø [meðan vit gingu gjøgnum skógin]"— mótsatt "ağaçları gördük" "vit sóu trøini [í spurningi]". Navnorð kunnu taka endingar, sum vísa grammatiska persónin: til dømis "-imiz"4, "okkara". Harumframt kemur tað turkiska kopula (til dømis "-im"4, "Eg eri") heilir setningar kunnu formast. Spyrjandi kenniorðið "mi"4 fylgir beint eftir orðið sum spurt verður um: "köye mi?" "[fert tú] til bygdina?", "ağaç mı?" "er tað eitt] træ?". Sagnorð. Turkisk sagnorð vísa grammatiska persónin]. Tey kunnu gerast negativ, møgulig (kann) ella ómøgulig (kann ikki) negative. Harumframt vísa turkisk sagnorð tíð (nútíð, tátíð, framtíð og aorist), grammatiskar hættir (kondisjónalis, boðsháttur, inferentialis, nesessitativ og ynskiháttur) og grammatiskt aspekt. Negasjón verður víst við einum innskeyti mitt i orðinum "-me²-" beint eftir orðastammuna. Øll turkisk sagnorð verða bend á sama hátt, uttan tey óregluligu sagnorðini og tey defektivu sagnorðini "i-". Turkiskt kopula (samsvarandi tað føroyska "at vera" og enska "to be"), sum kunnu verða brúkt í samansettum formum (tann stutti formurin verður róptur enklitiskt): "Gelememişti" = "Gelememiş idi" = "Gelememiş + i- + -di". Józef Gosławski. Józef Gosławski, eisini nevndur Józef Jan Gosławski, var ein pólskur myndahøggari. Hann varð føddur 24. apríl 1908 í Polanówka í Póllandi og doyði 23. januar 1963 í Warszawa, sum erhøvuðsstaður Póllands. Gosławski gjørdi millum annað minnisvarðar. Eitt av høvuðsverkum hansara er ein minnisvarði til minnis um Frédéric Chopin, sum varð reistur í Żelazowa Wola. Hann sýndi fram verk síni bæði í Póllandi og uttanlands. Í 1948 giftist hann við Wanda Mankin. Sigur Rós. Sigur Rós er ein íslenskur tónleikabólkur úr Reykjavík. Jón Bjarnason. a> við HM bronsu, desember 2012. Jón var venjari hjá Páli til OL 2012 í London var liðugt og Pál flutti til Danmarkar. a> hevði vunnið silvur til EM 2010 á langbana í 1500 m frí. Jón Bjarnason (føddur 29. juni 1970) er føroyskur svimjivenjari. Hann er venjari hjá Føroyska svimjilandsliðnum og hjá Susvim og hjá Pál Joensen. Jón hevði fyrr annað eftirnavn, nevniliga Vestergaard. Hann er ættaður úr Sumba, men uppvaksin og búsitandi í Vági. Jón hevur verið høvuðsvenjari hjá Susvim síðan felagið bleiv stovnað 7. september 2007. Susvim er stytting fyri Suðuroyar Svimjifelag, felagið er úrlitið av samanlegging av báðum svimjifeløgunum í Suðuroynni: Vágs Svimjifelag og Tvøroyrar Svimjifelag. Jón Bjarnason hevur havt sera góð úrslit við ungu svimjarunum úr Suðuroynni, síðan hann byrjaði í starvinum. Besta dømi um hetta er Pál Joensen sum nú er Føroya besti svimjari. Men eisini aðrir svimjarir úr Susvim hava klárað seg sera væl. Jón svam sjálvur, tá hann var yngri, hann svam við Vágs Svimjifelag. Jón Bjarnason búði fleiri ár í Aalborg í Danmark, tað var har hann lærdi til svimjivenjara. EM í svimjing. EM í svimjing og vatnítrótti er svimjikapping á langbana umframt aðrar kappingar innan vatnítrótt. Hinar kappingarnar eru: kaving, synkron svimjing og havsvimjing (opið vatn svimjing). Kappingin verður hildin annað hvørt ár í einum evropeiskum landi. Nú verður kappingin hildin líka ár, í 80'unum og 90'unum varð hon hildin ólíka ár. Kappingin hevur verið síðan 1926, fram til 1981 var hon ikki so reglulig, tað gingu umleið 3-4 ár ímillum hvørja ferð, tó var ein longri pausa frá 1938 til 1947 í tíðini, tá Seinna Heimskríggj var. Føroyar kunnu luttaka í hesi kapping. Í 2010 luttóku Pál Joensen og Pauli Øssursson Mohr fyri Føroyar. Pál Joensen vann tá silvur í 1500 m frí og var tað fyrstu ferð at Føroyar vann heiðursmerki til eina EM svimjikapping. EM á langgeil er vanliga um summarið, í 2010 var kappingin í august. EM í svimjing á stuttgeil er ein onnur kapping, sum oftast verður hildin um veturin um hálvan desember. EM í svimjing á stuttgeil (stuttbana) hevur verið hvørt ár síðan 1991. Fuglafjarðar Svimjifelag. Fuglafjarðar Svimjifelag er føroyskt svimjifelag við heimstaði í Fuglafirði. Svimjifelagið varð stovnað 11. november 1975. Svimjarnir hjá Fuglafjarðar Svimjafelag venja í Fuglafirði og í Klaksvíkar Svimjihøll. Reki. Svimjifelagið Reki var eitt føroyskt svimjifelag við heimstaði í Leirvík. Í 2010 legði felagið saman við svimjifelagnum Skeggjar, nýggja felagið fekk navnið Reysti. Edlur. Edlur, Oydlur ella Ferføtlur (danskt øgler/firben) (frøðiheiti - "Lacertilia") eru størsti skriðdýraflokkurin. Til eru eini 3700 eðlusløg. Eðlur eru um allan heim, men ikki úti á havi og í kuldaøkjum. Størsta eðlan er 3 m. langi komodovaranurin, og minsta eðlan er gekkoslag, minni enn 2 cm. Vanliga hava eðlur, til dømis grøneðluættin, langan, klænan kropp, langan hala, beinini bend út frá kroppinum og fimm tær á hvørjum fóti. Men summar, til dømis glansoygdur, eru langar og klænar, men hava ógvuliga stutt bein. Tær grava seg lættliga við vríggjandi kroppsrørslum niður í leysa mold. Í húðini eru beinplátur sum á krokodillu, slangu og øðrum skriðdýrum. Sum onnur skriðdýr verpa kvenneðlurnar egg og grava tey niður í jørðina ella fjala tey undir steinum ella í klettarivum. Kvettist eðluhali av, veksur hann út aftur, á sama hátt, sum tá ið t.d. krossfiskur missir arm. Nakrar mánaðir seinni er halin vaksin aftur. Bítur ránsdýr í halan á eðlu, brotnar hann lættliga av, tí í halageislunum eru smáar rivur tvørturum, so halin lættliga loysar. Brotni halin liggur og vriggjast og snarast. Hetta ørkymlar fíggindan, so eðlan sleppur til rýmingar. Einar átta mánaðir seinni er halin fullvaksin aftur. Bara tvey eðlusløg hava eitrandi bit, tey eru gilaeðlan og finnueðlan. Báðar halda til sunnarlaga í USA, í Meksiko og í Miðamerika. Slangur. Slangur (frøðiheiti serpentes). Tað eru 2700 ymisk sløg av slangum til, og av hesum eru umleið 700 eitrandi. Avstralia er einasti heimsparturin, sum hevur fleiri eitrandi slangur enn ikki-eitrandi slangur. Har eru eisini heimsins mest eitrandi slanga, sum livur á landi – "oyðumarkartaipan". Hon hevði skjótt gjørt av við eitt menniskja, men tíanbetur livir hon í fjarskotnum økjum, har fólk sjáldan ferðast. Krokudillur. Krokudillur (frøðiheiti: "Crocodilia") eru skriðdýr. Kaimanur, gavialur, krokodilla og alligatorur teljast upp í krokodillur. 13 krokodillusløg eru, 8 kaimansløg, 2 alligatorsløg og eitt gavialslag. Fyri 100 mió árum síðan ók hon eisini í mýrlendum saman við dinosaurunum. Krokodillur taka ymisk dýr. Tær fjala seg í vøtnum, mýrum, áum og leggja á bæði stór og smá dýr, ið koma teimum nær. Alligatorar og krokodillur slúka froskar og fisk heilar. Hjørtir og onnur stórdýr draga tær undir vatn, læsa kjaftin í fongin, snara kroppinum á og skræða soleiðis fongin sundur. Hendinga ferð leggja alligatorar og krokodillur á fólk. Krokodillan er næstan allastaðni í Afrika sunnanfyri Sahel og í Avstralia, Florida, Karibia, Mið- og Suðuramerika. Tvey alligatorsløg eru: tann amerikanski og tann kinverski. Nú er kinverski alligatorurin nógv hóttur, bara nøkur fá hundrað dýr eru eftir. Tann amerikanski alligatorurin heldur til í mýrum og áum í t.d. Louisiana, Carolina og Florida í Landsynnings-USA. Hann veiðir vaðfugl, fisk og annað mangt. Í tættbygdum økjum tekur hann viðhvørt óvarin heimadýr. Gavialurin livir í India, Burma, Pakistan, Bangladesj og Nepal í Ásia. Kaimanur livir í Mið- og Suðuramerika. Sum flestu skriðdýrini verpur kvennkrokodillan, og hon verjir eggini, til ungarnir koma út. Tríggir mánaðir, so koma ungarnir út. Mamman ansar væl eftir teimum, so stórar eðlur og onnur ránsdýr ikki taka teir. Varisliga tekur hon nakrar í kjaftin í senn og ber teir oman í vatnið, har teir eru tryggari. Krokodillur liggja ofta við opnum kjafti og sóla sær. Blóðæðrar í kjaftinum súgva sólarhita í seg, so kropshitin veksur. Tí orka tær at veiða sær føði um kvøldið. Flokking. Kortið vísir útbreiðsluøki í USA, amerikanskur alligatorur (Alligator mississippiensis). Keimanur, gavialur, krokodilla og alligatorur teljast upp í crocodilia. Til eru 1 gavialslag, 2 alligatorsløg, 8 kaimansløg og 13 krokodillusløg - tilsamans 24 sløg. Súpanarskjaldbøkur. Súpanarskjaldbøka (frøðiheiti - Chelonia mydas). Skjøldurin er umleið 60 samanvaksnar beinplátur. Bakskjøldurin er kúputur, búkskjøldurin er flatari. Landskjaldbøkur. Landskjaldbøkur (frøðiheiti - "Testudinidae") er í 25 ymiskum skjaldbøkusløgum. Trý sløg eru í Suðurevropa: grikska landsskjaldbøkan, mauriska landsskjaldbøkan og breiðrandaða skjaldbøkan. Tær líkjast allar: skjøldurin á vaksnu skjaldbøkuni er 20-30 cm langur og vigar um eitt kg. Mauriska skjaldbøkan er tann vanligasta. Eins og rára „grikska systir" hennara er hon í Grikkalandi og londum kring Miðjarðarhavið. Breiðrandaða skjaldbøkan er í Suðurgrikkalandi. Í nógv ár hava landsskjaldbøkur verið kelidýr. Fyri fáum árum síðan vóru villskjaldbøkur í túsundatali savnaðar saman og seldar um allan heimin. Men tær flestu doyðu, tí tær fingu ikki røttu røktina. Til dømis hevur hitin alstóran týdning fyri sodningina og klekingina, og hitin í Suðurevropa er best hóskandi. Í Norðurevropa eru royndir gjørdar at klekja egg í klekitólum, men tær eydnast sjáldan væl. Villskjaldbøkuhandilin minkaði nógv um skjaldbøkustovnin, og eitt skjaldbøkuslag var um at doyggja út. Men í l977 fór ein millumtjóða djóraverndarfelagsskapur til verka og fekk í lag at leggja forboð at flyta inn landsskjaldbøkur. Undantaksloyvi verður bert givið undir strongum eftirliti. Vónandi fer villskjaldbøkustovnurin at økjast. Tíverri verða nógvar villskjaldbøkur týndar sum skaðadýr, tí tær oyðileggja grøði í urtagørðum og vakstrarhúsum. Aðrar doyggja av eitraðum plantum og í ferðsluni, sum alsamt økist. Gulen kommuna. Gulen kommuna er ein kommuna í Vestland fylki í Noregi. Hvannhagi. Hvannhagi og Vatnið í Hvannhaga. Hvannhagi er eitt náttúruøkið norðanfyri Trongisvág, Tvøroyri og Froðba og sunnanfyri Hvalba. Hvannhagi er á eystursíðuni á Suðuroynni. Á hvørjum ári verður skipað fyri gongutúrum til Hvannhaga, og hetta er ein væl vitjaður útferðarstaður fyri bæði útlendingar og føroyingar. Eitt vatn er í Hvannhaga. Tað verður vanliga bara rópt Vatnið í Hvannhaga. Hvannhagi vann heiðurin fyri "Sermerkt náttúruøki" í "Umhvørvisátakinum 2008", sum Føroya Kommunufelag skipaði fyri. Hvannhagi verður av Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag mett at vera besta pláss í Føroyum til at skipa ein tjóðgarð. Vakurt útsýni er til Lítla og Stóra Dímun úr Hvannhaga. Tú kanst bert ganga til Hvannhaga. Hvannhagi væl egnaður til Tjóðargarð. Hvannhagi verður mettur at vera besta pláss í Føroyum til tjóðargarð. Staðið er avbyrgt, men kortini væl atkomandi til gongu. Sjáldsamt jarðfrøðisligt landslag við einum fjøllbroyttum plantu- og djóralívi. Hvannhagi er eitt sermerkt og vakurt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Hann liggur avbyrgdur og kann bert røkkast til gongu. Vanliga verður gingið frá vestara endanum av Ovara vegi á Tvøroyri, og har verður gingið eftir einari gøtu norðureftir tvørturum fjallið. Hvannhagi er kransað av steyrrættum fjallalíðum, og har slepst bert oman í tveimum støðum. Verður gingið oman eftir tí eystaru gøtuni, er eitt frálíkt útsýni norðureftir til Lítlu og Stóru Dímun. Hvannhagi hevur eitt sjáldsamt jarðfrøðisligt landslag, sum er vælkent av jarðfrøðingum eisini í altjóða høpi. Hvannhagi er sundurbýttur hagi - Norðaripartur og Uttaripartur. Hagin hevur einki ásett markatal og liggur í tveimum markatalsbygdum. "Hvannhagi Norðaripartur" hevur 70 áseyðir. Seyðamarkið er "Fjøður mitt um heilt" á høgra oyra. "Hvannhagi Uttaripartur" hevur 72 áseyðir. Seyðamarkið er "Mitt um sýling" á vinstra oyra. .lt. .lt er økisnavn hjá Litava. Ho Chi Minh City. Ho Chi Minh City ("Thanh pho Ho Chi Minh"), fyrr Saigon, er ein býur í lutstatinum Dong Nam Bo í Vjetnam. Býurin hevur umleið 8 mió. íbúgvar og er ein av heimsins størstu býum. Ho Chi Minh City er kendur sum "býurin, ið aldri svevur". Hann er eisini kendur fyri nógvu søvnini, sjónleikarhúsini, matstovurnar og viðarlundirnar. Saigon varð bygdur í 1698, og roknar tú útjaðaran uppí, búgva 19 mió. fólk har. Đồng Hới. Đồng Hới er ein býur í Vjetnam, høvuðsstaður í Quang Binh. Býarøkið er 155.71 km2 til víddar. Í 2009 var íbúgvaratalið í býnum við upplandi 108.526. Sjálvt býarøkið er 55.47 km² til víddar, og í sjálvum býnum er íbúgvaratalið 71.620. Đồng Hới hevur eina 12 km langa strandalinju við hvítum sandstrondum. Heimsarvur - World Heritage Site. Đồng Hới er nærmasti býur til Phong Nha-Ke Bang Tjóðar Park, sum er eitt World Natural Heritage Site (heimsarvur) hjá UNESCO 50 km norðanfyri býin. Buhloone Mindstate. Buhloone Mindstate er triðja fløgan hjá De La Soul. Hon var útgivin í 1993, um tað mundið tá jazz-hip hop var væl umtókt, serliga á eystursíðuni av USA. Hon kom út umleið hálvt ár eftir Guru útgav fyrstu Jazzmatazz fløgu sína. "Guru" hevur fingið æruna fyri at integrera jazz í hip hop, sjálvt um hip hop leingi hevur havt nakað av jazz-ávirkni. Hann sang eisini niðurlagið í einum sangi í "Buhloone Mindstate". Óneyðugt er at siga at fløgan er sera ávirka av jassi. Hon er minni "ballfokusera", og hevur ein friðarligari stemning, enn aðrar hip hop fløgur í hesi tíðini. Navnið á fløguni refererar til teirra hugsan sum eina ballón, teir hava ringt við at vera verandi á jørðini nú teir eru kendir. Í innganginum og sanginum "Patti Dooke" siga teir fleiri ferðir "It might blow up, but it won't go pop", altso teir vilja ikki gera popp, sjálvt um teir kunnu vera uppblástir. De La Soul eru júst kendir fyri at vera kreativir og orginalir og at prøva ein nýggjan stíl fyri hvørja fløgu teir geva út. Buhloone Mindstate er seinasta fløgan sum Prince Paul producerar. Stakes Is High. Stakes Is High er fjórða De La Soul fløga í fullari longd, og fyrsta fløga Prince Paul ikki produceraði fyri teir. Fløgan varð útgivin í 1996, tá vesturstrondin í USA domineraði marknaðin, og tað var klandur millum eystur og vestur av hip hop verðini, serliga millum Los Angeles og New York. Teir tríggjir newyorkararnir góvu eisini sína meining um útviklingina av hip hop í vestari síðuni av landinum. Populert hip hop í hesi tíðini var gangsta rap, serstakliga í Los Angeles. Í sanginum "Stakes Is High" gjørdu teir eitt innslag um evnið, og teir vóru ikki smædnir at siga tað beint fram. Í sanginum "The Bizness" eru teir eisini kritiskir yvir fyri nýggja síðusporinum musikkurin og kultururin var farin. Eisini "Itzsoweezee" er kritikkur um hip hop, og teir fara eftir teimum sum dyrka vold í hip hop. Hesu ferð stendur mafioso rap fyri skotum. Trugoy heldur fyri: "[...]them Cubans don't care what y'all niggaz do / Colombians ain't never ran with your crew / Why you acting all spicy and sheisty / The only Italians you knew was icees[...]". Fløgan hevur eina kronologiska framgongd. Hon byrjar við brotum av fólkum sum fortelja nær tey fyrst hoyrdu ta legendarisku og grundbrótandu fløguna hjá BDP, "Criminal Minded", og hettar er byrjanin ífylgi 'De La Soul'. Nøkur brot eru í miðjuni, so sum eitt brot har ein maður úr suðurstatunum sigur heldur rasistiskt hví hann ikki dámar rap, og eitt annað har ein heimleysur maður tosar um harða lívið hjá honum á gøtuni. Í seinasta sangi "Sunshine" er eitt brot har tað verður sagt "When I first heard 3 Feet High and Rising, I was - ", og sangurin er avbrotin. Teir seta sína fyrstu fløgu á sama støði sum fyrsta fløgan hjá Boogie Down Production. "Stakes Is High" fekk góðar umtalir, fleiri vildu sagt hetta var eitt teirra besta verk, men tað seldi allíkavæl ikki gott. Vilhelm Johannesen. Vilhelm Johannesen (4. august 1942, Klaksvík) er fyrrverandi føroyskur løgtingslimur og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin. Hann umboðaði Norðoyggjar í løgtinginum frá 1980 til 2008, og var landstýrismaður 1979-1981 og 1985-1989. Vilhelm Johannesen var limur í Klaksvíkar býráði frá 1975 til 1984, og var formaður i Føroya Kommunufelag fra 1977 til 1979. Eisini var hann Formaður í Klaksvíkar sjúkrahúsi frá 1991 til 1993. Hann var blaðstjóri hjá Sosialinum frá 1972 til 1979, og hevur eisini arbeitt fyri Postverk Føroya. Hann er pápi Aksel V. Johannesen, sum nú er formaður í Javnarflokkinum og abbi Beinir Johannesen, ið varð valdur inn í Løgtingið í 2019 fyri Fólkaflokkin. FC København. FCK er eitt danskt fótbóltsfelag úr Keypmannahavn. Felagið varð stovnað tann 1. juli 1992, og var sett saman av Kjøbenhavns Boldklub og B 1903. FCK hevur heimvøll í Parkini, sum samstundis er heimavøllur hjá danska landsliðnum. Føroyski fótbóltsleikarin Todi Jónsson spældi 207 dystir og skoraði 68 mál fyri FC København. Hann varð í 2006 valdur at vera nummar 5 á topp-25 lista yvir teir størstu profilarnir hjá felagnum, tey sum valdu teir 25 vóru brúkarar av heimasíðuni hjá FC København. Teir størstu profilarnir. Top 25 (valdir av lesarunum á fck.dk í 2006) 1 Sibusiso Zuma (188/53) 2 Peter Nielsen (131/22) 3 Lars Højer Nielsen (211/66) 4 Christian Poulsen (56/11) 5 Todi Jónsson (207/68) 6 Bjarne Goldbæk (100/22) 7 Erik Mykland (65/1) 8 Peter Møller (201/55) 9 Michael Mio Nielsen (284/5) 10 Niclas Jensen (150/10) 11 Ståle Solbakken (núverandi venjari) (15/4) 12 Christian Lønstrup (253/22) 13 Michael Manniche (49/12) 13 Álvaro Santos (120/52) 15 Tobias Linderoth 16 Lars Jacobsen 17 Bo Svensson (196/4) 18 Diego Tur (225/15) 19 Jesper Christiansen 20 Hjalte Bo Nørregaard 21 Jacob Laursen (58/4) 22 Martin Johansen (142/40) 23 Michael Johansen (134/24) 24 Antti Niemi (55/0) 25 Morten Bisgaard (98/14) Hans Egede. Hans Egede (1686-1758), eisini kendur sum hin grønlendski trúðboðarin, var prestur og missionerur í tí danska og norska ríkinum. Hann varð føddur og uppvaksin í Norðurnoregi. Foreldur hansara vóru danski embætismaðurin Povel Hansen Egede og norska Kirsten Jensdatter Hind. Hann giftist í 1707 við Gertrud Rasch, sum hann møtti í Grønlandi, og í 1737 við donsku Mettea Dau. Hans Egede var prestur í Lofoten í Noregi, tá hann hoyrdi um norðbúgvarnir, ið høvdu sett seg niður í Grønlandi og sum man síðani ikki hevði hoyrt nakað fra í fleiri ár. Í 1721 bað hann Frederik IV um loyvi til at fara til Grønlands at gera missionsarbeiði har, tí hann roknaði við, at norðbúgvarnir enn vóru katolikkar. Frederik kongur gav honum partvíst loyvi til at endurseta hjálandarættindir í oynni. Hann leitaði eftir víkingum í Grønlandi í 1721, men fann teir ikki. Hann fann tó inuitarnir og byrjaði at missionera teirra millum. Hann grundleðgi Godthåb, tað sum nú er Nuuk, sum í dag er høvuðsstaðurin í Grønlandi. Í 1724 fingu allir evropearir boð um at fara úr Grønlandi, men Hans Egede og kone hansara valdu at verða verðandi. Í 1733 doyði kona hansara av sótt. Hans Egede varð verðandi í Grønlandi til 1736, og tá hann fór, læt hann son sín Paul Egede verða eftir. Við sær til Danmarkar tók hann døtur sínar og sonin Niels Rasch Egede, sum seinni grundleðgi koloniina Egedesminde. Í 1740 varð hann valdur til biskup í Grønlandi. Hann fekk útgivið eina katekismus til brúks í Grønlandi í 1747. Uttanfyri Nuuk stendur í dag ein stór standmynd av Hans Egede, ið lítur útyvir havið. Seyðisfjörður. Seyðisfjörður er ein bygd við umleið 800 borgarum, sum liggur í eystara partinum av Íslandi. Høvuðsvinnurnar eru fiskivinna, metalframleiðsla og ferðavinna. Norröna siglir til Seyðisfjörð um summarið og um veturin, og hevur í tíðarskeiðnum 1980 til 2008 knýtt Ísland at Føroyum, Skotlandi / Hetlandi, Danmark og Noregi. Síðan 2009 siglir Norrøna ikki longur til Noreg og Bretland, men bert millum londini Ísland, Føroyar og Danmark. Eisini hevur bygdin elsta el framleiðslu virkið í norðurlondum. Virkið, sum varð bygt í 1913, er enn í nýtslu og er lítið broytt frá tí tað var bygt. Møguleiki er at vitja virkið og at fáa eina rundvísing. Kolosseum. Kolosseum er eitt amphitheatur í miðbýnum í Rom, og er tað størsta amphitheatri ið er bygd í Rómverjaríkinum. Menn fóru undir at byggja Kolosseum ár 70-72 undir keisarnum Vespasian. Bygningurin varð liðugur ár 80 undir keisarnum Titus. Hip hop. Hip hop er tónleikur sum er útviklaður frá "kulturinum hip hop". Fyri ikki at blanda ímillum verður oftani brúkt frámerki 'tónleik' ella 'kulturur'. Hendan síðan er ætlað báðum, av tí at tey er tætt knýtt. Ein kann tulka hip hop sum ein "upplýsandi (undirornað intellektuell) rørsla", av tí at 'hip to' er at vera upplýstur, og 'hop' er ein kroppslig rørsla. Men ífylgji Jet Magazine byrjaði tað við at Keith Wiggins, úr hip hop bólkinum Grandmaster Flash and the Furious Five argaði vinnmannin sín, sum var farin í herin, við "scatta" orðini "hip" og "hop" á ein hátt so tað ljóðaði sum marsjerandi hermenn. Hip Hop mentan. "Hip hop" hevur fýra bein. MC (rappari), DJ, Breakdancing, og Graffiti. Seinni er "beatbox" komið aftrat, eisini ein stórur partur av hip hop. Ringt er at siga akkurát nær og hvussu tað byrjaði, men tað er víst at tað uppstóð í New York í 70'inum. Fleiri vilja vera við at Kool Herc skal hava æruna fyri at byrja "hip hop tónleik", av tí at hann uppbygdi 'toasting' (rytmisk munnlig improvisatión yvir reggae tónleik) sum hann hevði sæð sum barn. Graffiti. Graffiti í hip hop er kunst dedikeraður heldur enn herverkar-meintur. Oftast eru spraydósir brúktar. Tað var ein vaksandi kunstur í miðbýarøkinum í New York í 70-árunum, og tað bleiv ein stórur trupulleiki fyri býin av tí at øll tokini blivu meiggjaði út, og tað kostaði nógv at mála yvir. Tann størsti formurin av graffiti er tekstur, vanligani fiktiva navnið hjá skrivaranum, sum er pyntaður uppá. T.d. rundaðir bókstavir sum yvirlappa hvønn annan, við eksotiskum litum og svørtum grensulinjum, og við pílum ella gásareygu fyri meiri fyllu. Hjá fleiri gekk tað út uppá at fáa navn sítt kent, hjá øðrum var tað kunst-romantikkurin við at síggja sítt verk koyra runt á einum toki. T.d. var navnið TAKI 183 sera kent seint í 70'inum av tí at tað var skrivað runt í býinum. DJ. Ein 'DJ', í hip hop, er ein sum ger tónleik burtur úr øðrum tónleiki. Tað kendasta eyðkenni er "scratching", tá DJ'in flytur eina plátu á grammofonini, soleiðis at eitt annað ljóð kemur. Hetta er blivin ein kunstur í sær sjálvum. Aftrat scratching bestendur DJ'ing av at blanda tónleik saman, skifta ímillum tveir sangir, og geva effektir til sangin. Í 80'inum, serliga í New York, vóru oftani kappingar ímillum DJ'ar, har luttakararnir tóku plátur við sum lysti, og fingu tá eina avsetta tíð í part at blanda tónleikin beinleiðis til fólkamongdina. MJ. "MC'ing", nokk betur kent sum rapping, er at ríma við rytmu yvir ein sang. Prince Paul. Paul Huston, betur kendur sum Prince Paul, er ein amerikanskur DJ, rappari og hip hop fløgu framleiðari. Hann er ein av stovnandi liminum av horrorcore bólkinum Gravediggaz, har hann var nevndur The Undertaker. Áðrenn hetta var hann í viðurkenda hip hop bólkinum Stetsasonic. Eisini er hann kendur fyri at hava framleitt fyrstu tríggjar fløgurnar hjá sera árinamikla hip hop bólkinum De La Soul. Gravediggaz. Gravediggaz er ein amerikanskur hip hop tónleikabólkur, ein sera innovativur horrorcore bólkur, var stovnaður í 1993, sama árið teir góvu fyrstu fløgu teirra út, sum kallaðist, "6 Feet Deep". Fýra limir eru í bólkinum; Prince Paul ("The Undertaker"), Frukwan ("The Gatekeeper"), Too Poetic ("The Grym Reaper"), og RZA ("The Rzarector"). Teir vóru aktivir í árunum 1993-2004, og 2010-. Stetsasonic. Stetsasonic var stovnað í Brooklyn, New York City í 1981, men góvu sína fyrstu fløgu út so seint sum í 1986. Teir eru kendir sum fyrsti bólkur við instrumentum (sæð burtur frá borðinum hjá DJ'inum) og eru eisini nevndir undangongumenn hjá jazz-hip hoppi. Frukwan. Frukwan Sun-Star Allah-Bey, ella bara Frukwan, føddir Arnold Hamilton, er ein amerikanskur hip hop tónleikari, og var limur í hip hop bólkum Stetsasonic og Gravediggaz. Native Tongues. Native Tongues er ein samling av tónleikarum og tónleikabólkum frá seint í 80'inum til tíðligani í 90'inum við somu hugsan um hip hop. Summu eyðkennir av limunum í Native Tongues ganga aftur; t.d. leggja teir dent á ein jaligan og uppbyggjandi hugburð og vísa opinlyndi í tónleikinum, og hava stóra virðing fyri hip hop sum kultur. Tey eru kend sum fyrigangarar í fleiri hip hop undirsjangrum; conscious hip hop, jazz hip hop og alternative hip hop sum heild. Eyðbjørn Joensen. Eyðbjørn Joensen (føddur 19. apríl 1996 í Vágur) er føroyskur svimjari, sum svimur fyri Susvim. Hann er beiggi Pál Joensen, sum man vera kendasti føroyski svimjarin. Reykjavík International Games 2015. Eyðbjørn luttók í opnu bólkunum fyri menn. Kappingin var hildin vikuskifti 16. til 18. januar 2015. Danish Open 2014. Eyðbjørn luttók á Danish Open í mars 2014. BankNordik stevna 22. - 23. mars 2014. Eyðbjørn var mest vinnandi svimjarin í hesi kapping, hann vann 7 gull og 3 silvur heiðursmerki. EM 2013 á stuttgeil í Herning. Eyðbjørn luttók á EM 2013 svimjikapping sum var í Herning í desember 2013. Hóast hann enn var juniorur, megnaði hann í november 2013 at svimja 400 m frí við tíðini 4.00,78, og harvið at kvalifisera seg til EM fyri vaksin. Kravtíðin til EM fyri vaksin var 4.02,18. Hann kom sostatt at svimja ímóti stórabeiggja sínum, Pál Joensen í 400 metrum frí. Hann svam frísviming og blandað. Hann svam seg ikki víðari til nakra semifinalu ella finalu, men svam sína skjótastu tíð í 100 metrum blandað. HS-stevnan 2. og 3. nov. 2013 í Havn. Eyðbjørn var næst mest vinnandi svimjarin á hesi stevnuni, næst eftir Biritu Debes, og mest vinnandi svimjarin hjá monnunum. Hann vann 4 gull og 3 bronsu heiðursmerki. EJM 2013 í Poznan. Eyðbjørn luttók í svimjikappingini EJM sum er evropameistarakapping fyri yngri svimjarar í juli 2013 í Poznan. Danish Open 2013. Eyðbjørn luttók á Danish Open í mars 2013. Hann setti nýtt føroyskt juniormet í 50 m bringu á langgeil við tíðini 32.13 sekund. Bank Nordik Stevna í Vági í januar 2013, Eyðbjørn mest vinnandi svimjarin. Í januar 2013 var svimjistevna í Vági. Eyðbjørn gjørdist mest vinnandi svimjarin, hann vann 6 gull heiðursmerki og 3 silvur heiðursmerki. 2010. Í 2010 vann hann nógvar kappingar. Hann vann sjey gull heiðursmerki til føroyameistaraskapið fyri ung. Á FM stevnuni 2010 varð Eyðbjørn eisini kosin "Ársins stjørnuskot 2010". Í mai 2010 luttók Eyðbjørn til MU 2010 stevnuna í Klaksvík og vann fleiri kappingar. Susvim vann ta kappingina við 52 gull, 23 silvur og 14 bronsu heiðursmerki. Í juni 2010 svam Eyðbjørn til DÅM (Danske Årgangs Mesterskaber). Eyðbjørn svam skjótastu tíðina í sínum aldursbólki (fødd í 1996) í 400 m frí, hann svam við tíðini 4:15.43, skjótasti dani føddur 1996 svam við tíðini 4:17.06. Føroyingar sum svimja fyri føroyskt svimjifelag fáa ikki longur heitið Danmarksmeistari og seta ikki longur donsk met. Jungle Brothers. Jungle Brothers (ella J. Beez) er ein amerikanskur hip hop bólkur úr New York City, og vóru ein av teimum á odda at frambróta jazz-hip hop, og vóru eisini kendir fyri at brúka ein house-tónleik framleiðara til teirra tónleik. Bólkurin fann saman í 1987, og eitt ár seinni lótu teir fyrstu fløgu sína út Straight Out the Jungle. Tað var ikki gjøgnum eitt stórt plátufelag, og fløgan seldi heldur ikki væl, men er seinni blivin sera væl umtókt. Allíkavæl vóru teir skrivaðir til "Warner Bros. Records"(plátufelag) og teir framleiddu aðru fløgu teirra, Done by the Forces of Nature, sum var betur umtókt til ta tíð. Teir vóru nakrir av teimum stovnandi liminum av Native Tongues, ein samling av eins teinkandi hip-hop tónleikarum. Teir gera upplyftandi og positivan tónleik, sum t.d. "Feelin' Alright", úr "Done By the Forces of Nature", var um ein ideellan dag har alt gekk sum tað skuldi. Men eisini gera teir tankar um álvarsom ting, sum í sanginum "Sunshine", har veðrið er myndamál, (t.d. sól lýsir sálina upp, og persónurin er ikki villleiddur) stremba teir eftir at fólk, serliga svørt fólk, ikki skulu berjast ímóti vitan. Limir eru; Mike Gee, Sammy B og fyrr Afrika Baby Sam. A Tribe Called Quest. A Tribe Called Quest er ein hip hop bólkur úr Queens, New York. Teir funnu saman í 1985, men lótu sína fyrstu fløgu út so seint sum í 1990. Fýra limir eru í bólkinum. Rappari og framleiðari, Q-Tip, rappari Phife Dawg, DJ og framleiðari Ali Shaheed Muhammad, og í eina tíð, Jarobi White, sum fór úr bólkinum eftir teir lótu fyrstu fløgu teirra út, kom aftur til triðju fløguna, fór úr aftur, og kom so aftur í 2006, tá allir í bólkinum komu saman aftur eftir 8 ár. Q-Tip hevði verið við í øðrum sangum hjá bólkum úr Native Tongues, t.d. "Buddy" á 3 Feet High and Rising hjá De La Soul, og "Black is Black" á Straight Out the Jungle hjá Jungle Brothers, og hevði vart varhuga við bólkin áðrenn teir lótu fløgu sína út, People's Instinctive Travels and the Paths of Rhythm. Hóast hetta gekk ikki heilt væl við søluni, sjálvt um teir fingu góðar afturmeldingar. Hetta skilst av at flestu hip hop lurtarar vóru meiri áhugagir í hardcore hip hop, men Tribe fingu eina vaksandi mongd av alternative hip hop fanum. Black Sheep (bólkur). Black Sheep er ein amerikanskur alternative hip hop bólkur, og er bygdur av tveimum tónleikarum, Dres og William McLean (Mista Lawnge). Teir eru limir í Native Tongues, og eru kendir fyri at vera tann fyrsti hip hop bólkurin sum gjørdi eftirlíknaði gangsta rap fyri eina komiska effekt ("U Mean I'm Not"). Ivaleyst eru Black Sheep best kendir fyri sangin "The Choice Is Yours", sum Kia (bil felag) seinni brúktu í eini sjónvarpsreklamu. Erling D. Jacobsen. Erling Dávidsson Jacobsen (føddur 13. februar 1990) er ein føroyskur fótbóltsleikari. Hann spælir sum verjuleikar og miðvallaleikari. Í 2007-10 spældi hann við FC Amager, seinna helmingin av 2010 leikti hann við Víkingi í bestu føroysku fótbóltsdeildini og hann helt fram at spæla við Víkingi í 2011 og 2012. Landsliðs- og ungdómslandsliðsleikari. Í oktober 2010 leikti Erling sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar, tað var í dystinum móti Norður Írlandi, sum endaði við javnleiki 1-1. Erling spældi sín fyrsta ungdómslandsdyst fyri Føroyar á U17 landsliðnum í dysti móti Týsklandi 14. oktober 2005. Hann hevur spælt tveir dystir fyri U21 landsliðið hjá Føroyum í 2010. Liðið fekk 11 stig. Erling spældi dystirnir móti Russlandi og Andorra. Sambært UEFA heimasíðuni hevur Erling leikt 6 dystir fyri U17, 6 dystir fyri U19, 7 dystir fyri U21 og til nú (sepember 2012) tveir dystir fyri A-landsliðið hjá Føroyum. UEFA dystir fyri feløg. Erling hevur spælt altjóða UEFA dystir við Víkingi. Fyrstu ferð av í juli 2006 móti Ventspils. Í 2010 spældi hann tveir dystir fyri Víking í UEFA Europa League móti turkiska liðnum Besiktas. Besiktas vann báðir dystirnir. Í juli 2012 spældi hann tveir dystir við Víkingi móti FC Gomel úr Hvítarusslandi í UEFA Europe League. Víkingur tapti báðir dystirnar. Ársins Stjørnuskot 2010. Erling Jacobsen var kosin Ársins Stjørnuskot 13. november 2010. Tað er Miðlahúsið, Sosialurin og Rás2 sum skipa fyri einum hugnakvøldið á Hvonn, har tey heiðra bestu fótbóltsleikarar, málverjar, venjarar og dómarar í Føroyum. Umframt at besti mannligi og best kvinnuligi fótbóltsleikarin verður kosin, verður eisini Ársins Stjørnuskot heiðrað, bæði hjá monnum og kvinnum. Sornfelli. Mynd av Skælingi, tikin av Sornfelli Sornfelli er fjall á Streymoynni, 749 m til hæddar. Tað liggur um 12 km frá Havnini (20 km eftir vegi). Í 1958 gav Føroya Løgting NATO loyvi at byggja hernaðarliga eftirlitsstøð á Sornfelli, og á sumri 1963 - tá Kalda kríggið var í hæddini - byrjaði NATO at hava radareftirlit við skipaferðslu og flogferðslu í norðuratlantshavi frá radarum á Sornfelli. Tætt knýtt at virkseminum á Sornfelli var Natostøðin í Mjørkadali. Radarin varð sløktur og steðgaður tann 1. januar 2007, og tann 15. november 2010 steðgaði samskiftisuppgávan á Sornfelli eisini, og gavst NATO tá við øllum virkseminum á Sornfelli. Krambatangi. Smyril leggur frá landi á Krambatanga. Krambatangi er eitt staðarnavn í Suðuroynni, sum var rættiliga ókent áðrenn 2005, tá ein ferjulega varð gjørd har til nýggja stranfara skipið Smyril, sum kom til landið í oktober 2005. Ferjulegan á Krambatanga varð tikin í brúk samstundis sum nýggi Smyril kom. Áðrenn tað var ferjulegan á Drelnesi nýtt til Smyril, og áðrenn tað sigldi Smyril inn á Tvøroyrar Havn og á Vágs Havn. Í gomlum døgum, áðrenn vegur kom millum allar bygdir, sigldi Smyril inn til fleiri aðrar bygdir í Suðuroynni. Krambatangi er í Øravíkarlíð, 3 km frá bygdini Øravík. Krambatangi er tætt við har sum Trongisvágur bygjar. Tvøroyri liggur hinumegin Trongisvágsfjørð. Thomas Aquinas. Thomas Aquinas, føddur umleið ár 1225, deyður 1274, var ein italskur gudfrøðingur og heimspekingur. Thomas kom sum 14 ára gamal til París. Han fór upp í dominikanaraskipanina og hevði Albertus Magnus sum lærara, sum var ein vællýddur og lærdur viðhaldsmaður hjá heimspekini hjá Aristoteles. Aquinas var umstríddur í síni samtíð, men tað eydnaðist honum at greina og viðgera Aristoteles soleiðis, at kirkjan stutt eftir deyða Aquinasar góðtók læru hansara. Aquinas varð gjørdur til halgimenni í 1323. Í dag verður Thomas Aquinas mettur at vera týdningarmesti gudfrøðingurin í Katólsku kirkjuni. Trongisvágsfjørður. Charles Lindbergh lendi við sínum flogfari á Trongisvágsfirði í 1933. Trongisvágur er longsti fjørður í Suðuroynni. Fleiri bygdir liggja kring fjørðin, uttast á norðara armi liggur Froðba, síðan kemur Tvøroyri og innast í fjørðinum er Trongisvágur. Á sunnara armi er ein partur av Trongisvági og so kemur Líðin (Øravíkarlíð). Ferjulegan Krambatangi liggur á sunnara armi av fjørðinum, í Øravíkarlíð. Tvøroyrar Havn liggur eisini við Trongisvágsfjørð. Charles Lingbergh og Wolfgang von Gronau lendu á Trongisvágsfirði. Í 1933 lendi flogfari hjá heimskenda amerikumanninum Charles Lindbergh á Trongisvágsfirði, tað vóru stórtíðindi tá í tíðini. Kona hansara Anne Morrow var við honum á ferðini, hon var annar pilotur. Tey høvdu stutta tíð frammanundan mist sonin eftir at hann varð buturførdur og dripin, so tey høvdu ikki hug til at verið við í veitslulag. Lindbergh var fyrstur at flúgva tvørtur um Atlantarhavið uttan steðg, tað gjørdi hann 20.-21. mai 1927. Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn hevur myndir frá hendingini. Týski flogskiparin Wolfgang von Gronau var fýra ár í slag og vitjaði á Tvøroyri, hann lendi eisini á Trongisvágsfirði. Tað einu ferðina segði hann, at hann fór til Íslands, og at hann fór at koma aftur til Tvøroyrar, men tað næsta fólk frættu um hann var at hann varð stórliga fagnaður í Amerika, tí hann hevði flogið runt um alla jørðina. Tað hendi í 1930. Finnur Justinussen. Finnur Justinussen (føddur 30. mars 1989) er føroyskur fótbóltsleikari, sum spælir við Víkingi. Í 2012 spældi hann við Jönköpings Södra IF í Svøríki. Jønkøping Sødra kappast í næstbestu svensku fótbóltsdeildini, sum verður nevnd Superrettan. Finnur var fyrsti føroyingur, sum hevur spælt professionellan fótbólt í Svøríki (professionelt tvs. í bestu ella næstbestu fótbóltsdeildini). Finnur er áleypari, hann hevur tvær ferðir verið toppskjútti í bestu føroysku fótbóltsdeildini, tað var í 2009 og 2011, tá leikti hann fyri Víking. Hann hevur eisini spælt fyri U21 landsliðið hjá Føroyum. Hann spældi 8 dystir fyri U21 Føroyar, sum samanlagt fekk 11 stig og var fyrsta føroyska landsliðið sum fekk tvísiffrað stigatal í altjóða UEFA kapping. Finnur leikti tveir altjóða dystir fyri Víking í 2010, tað var móti turkiska liðnum Besiktas. Finnur var til royndarvenjing í Svøríki í oktober 2009 við Gefle, sum tá spældi í bestu svensku fótbóltsdeildini. Ongin sáttmáli spurdist tó buturúr, men í 2011 eydnaðist tað honum at fáa sáttmála við Jönköpings Södra IF. Í 2013 kom hann aftur til Føroya og spælir nú aftur við Víkingi. Ársins Stjørnuskot 2009 og Toppskjútti í bestu fótbóltsdeildini 2009 og 2011. Finnur Justinussen fekk heiðurin "Ársins Stjørnuskot 2009", tá Sosialurin skipaði fyri árligu gallaveitsluni, har bestu fótbóltsleikarir og onnur innan føroyska fótbóltin verða heiðraði eftir at fótbóltsárið er komið at enda. Finnur Justinussen varð toppskjútti í meistaradeildini í 2009 við 19 málum. Í 2011 er Finnur Justinussen aftur toppskjútti í Vodafonedeildini. Hann vann gylta skógvin, sum hann fekk handaðan á samkomu á matstovuni Hvonn í Havn. Hann hevur skorað 21 mál í 26 dystum, tað er í meðal 0,81 mál fyri hvønn spældan dyst. Royndin Fríða, 5-mannafar. Royndin Fríða er føroyskur kappróðrarbátur úr Vági. Báturin sum verður brúktur nú varð smíðaður í 2004 av Sámal Hansen, bátabyggjara. Vágs Kappróðrarfelag eigur bátin. Áðrenn hesin báturin varð tikin í brúk var ein annar bátur við sama navnið, tann Royndin Fríða hevði Kaj Hammer, bátabyggjari, smíðað í 1998. Aðrir kappróðrarbátar við navninum Royndin Fríða hava eisini verði áðrenn tað. Føroyameistaraheitið. Royndin Fríða dreingir vunnu føroyameistaraheitið í 1994. Smyril, 6-mannafar. Stevnið á Smyrli er sermerkt og myndar fuglin smyril. Smyril er kappróðrarbátur úr Vági, 6-mannafar. Róðrarfelagið Vágs Kappróðrarfelag eigur bátin. Felagið hevur átt fleiri bátar sum hava havt navnið Smyril, hesin sum sæst á myndini og verður brúktur í løtuni varð smíðaður í 2003 av Sámal Hansen, bátabyggjara. Smyril hevur vunnið føroyameistaraheitið tríggjar ferðir. Smyril Føroyameistari. Teir sum róu við Smyrli í 2002 og 2003, tá hann bleiv føroyameistarir vóru hesir: Johan Sofus Müler, Niels Pauli Beck, Napoleon Danberg, Sonhard Dalfoss, Finnbogi Magnussen, Vermund Vestergaard og Mortan Ovi Mortensen. Sangur til Vágs Kappróðrarfelag. Í samband við at Smyril vann FM í 2002 yrkti Niels Petur Nolsøe úr Vági yrkingina "Sigurskvæði til VKR". Seinni smíðaði Hans Jacob Hjelm lag til og upptøka varð gjørd, har Hans Jacob Hjelm syngur. Á Vestanstevnu 2003 varð sangurin fyrstu ferð spældur í Útvarpi Føroya. "Tann báturin sum vann, hvønn lit hevði hann" "Jú, svarta rim og remma, enn stimbur vísa kann" "So eyðkendur hann er og stavnin reystan ber" "Ein fragd er fyri eyga, ein sjón sum hendan her." Filmatisering. Filmatisering lýsir ta process (tilgongd), ið endar við einum filmi sum er baseraður á eina forteljing úr einum øðrum miðli, t.d. eini bók. Innihaldið í tí endaliga filminum kann víkja rættiliga nógv frá upprunaligu søguni/forteljingini, treytað av ætlanunum hjá manuskripthøvundinum og filmsframleiðaranum. Eitt dømi um slíka process/tilgongd sæst í filmunum Ringanna Harri, ið eru baseraðir á bøkurnar av sama navni. Bøkurnar eru skrivaðar av J. R. R. Tolkien og filmarnir eru instrueraðir av Peter Jackson. Hvalbiareiði. Hvalbiareiði, 2005. Ein partur av gøtuni sæst, trappan og nøkur neyst síggjast eisini. Flestu neystini eru nú bert leivdir. Hvalbiareiði verður eisini rópt Fiskieiði, tað er eitt stað á vestursíðuni á Suðuroynni vestanfyri bygdina Hvalba. Tvey eiði eru vestanfyri Hvalba, hitt eiði eitur Norðbergseiði og liggur longri norðuri, fjallið Grímsfjall skilur bæði eiðini. Høg bjørg eru bæði sunnanfyri og norðanfyri Hvalbiareiði. Stutt er millum eystur og vestursíðuna í Hvalba, har er góð havn í sjálvari bygdini, á norðara armi av Hvalbiarfirði, men fyrr í tíðini, áðrenn bátarnir fingu motor, var ofta trupult at rógva út frá eystursíðuni og ofta var langur teinur at rógva til góð mið, tí var Hvalbiareiði nógv brúkt til útróðrarhavn. Søga. Hvalbiareiði er ein náttúruhavn, sum tó eisini er merkt av mannahond. Havnin var sera trupul at nýta, áðrenn ábøtur vóru gjørdar, tí har er bratt og høgt oman á sjógv, men tíðliga í 20. øld var stórt arbeiði gjørt har, so lendingarviðurskiftini gjørdust rættiliga góð. Hetta var í teirri tíðini, tá ið árabátar vórðu nýttir. Har vóru nógv neyst um aldarskiftið ár 1900, onkuntíð vóru heilt upp í 23 neyst og bátar har. Seinri eru fiskiførini vorðin størri, hava fingið motor og sigla skjótari, so nýtslan av Fiskieiðinum sum lending er fallin burtur, tá hugsa verður um fiskivinnu, tó er Fiskieiði vorði eitt ferðavinnumál seinastu árini. Niels L. Arge stóð fyri arbeiðnum í 1895. Hvalbingar royndu fleiri ferðir at stoypa helluna, so tað gjørdist høgligari fyri útróðrarmenninar at draga bátarnar á sjógv og á land aftur og at bera fiskin í land. Men trupulleikar vóru við at fáa tað at halda, havið máaði tað skjótt burtur aftur. Men so bóðu teir Niels L. Arge av Argjum, sum var ættaður úr Hvalba, um at hjálpa teimum, og hann játtaði (pápin var hvalbingur, hann æt Andrass og keypti Argir í 1828). Niels L. Arge varð eisini róptur "Gamli av Argjum". Teir brúktu 40 tunnur av sementi, og so læt hvør bátur 8 spannir av sandi. Jens Marius Poulsen úr Skopun lagaði grótið í 1924. Í 1924 ynsktu hvalbingar at betra meira um viðurskiftini á Hvalbiareiðinum, og avgjørt varð at gera stórarbeiði við at laga grót niðri á helluni. Jens Marius Poulsen úr Skopun stóð fyri hesum arbeiði, og so væl er arbeiði gjørt, at sjálv grótlaðingin enn er í hampiliga góðum standi. Ein partur av helluni er tó máaður undan, og har er stoypt í staðin. Vegur til Fiskieiði. Í 19. øld var ongin vegur til Fiskieiði, so allur fiskur mátti berast á bakinum heim til bygdina. Í 1890 varð vegur gjørdur vestur til Skallaportrið, men ikki restina av vegnum. Vegurin heilt vestur til Hvalbiareiði varð gjørdur í 1931, aftaná at fyrsti bilurin varð komin til bygdina. Um bátarnir fiskaðu nógvan fisk, rúmtust bara tvær bátsmanningar í lastbilin, um teir ikki fiskaðu so nógv so rúmtust tríggjar bátsmanningar. Fiskaskúrar á Fiskieiðinum. Í 1915 vóru tveir fiskiskúrar á Fiskieiðinum, teir stóðu uppi á helluni, og har varð fiskur flaktur og saltaður. Petur í Køkini átti skúrarnir ella hevði teir á hondum fyri Mortensen's handil á Tvøroyri. Ferðavinna. Seinastu árini hevur ferðavinnan vundið meira uppá seg í Suðuroynni og eisini í Hvalba. Bæði føroyingar og útlendingar vitja í Hvalba, og ofta fara tey eisini vestur á Hvalbiareiði at hyggja og at ganga túrar har. Onkuntíð verður lendingin á Fiskieiðinum eisini brúkt til stuttleika túrar og til onnur ferðavinnu tiltøk. Túrar verða gjørdir fyri ferðafólk, bæði føroyingar og útlendingar av Hvalbiareiðinum til bjørgini vestanfyri Hvalba og Sandvík. Ofta verður farið heilt norður til Ásmundarstakk, inn í gjáir og holur og so suður aftur til Fiskieiði. Ein grill er sett upp á Fiskieiði og onkuntíð verður henda eisini brúkt til ferðavinnutiltøk. Keldur. Grein úr "Myndablaði Nú" um Fiskieiði. Grímsfjall. Grímsfjall er fjall í Suðuroynni. Fjallið er 327 metrar høgt. Grímsfjall er á vestursíðuni av Suðuroynni vestanfyri bygdina Hvalba. Grímsfjall er millum bæði eiðini í Hvalba: Hvalbiareiði, sum er tað syðra og eisini verður rópt "Fiskieiði" og Norðbergseiði, sum er tað norðara eiði og sum eisini verður rópt "Á Drátti". Grímsfjall er valla á eystursíðuni, sum vendir móti Hvalba men høgt berg móti vestri, sum vendir út móti Norður Atlantshavinum. Norðbergseiði. a>, stóri kletturin og Kolaratangi, sæð av Norðbergseiðinum. Norðbergseiði er eitt av tveimum eiðum í Hvalba, tað er tað norðara eiðið. Hvalbingar rópa tað Á Drátti. Fjallið Norðberg er beint norðanfyri Norðbergseiði, tað er haðani at staðarnavnið er komið. Norðberg er eisini ættarnavn í Hvalba. Norðbergseiði er á vestursíðuni á Suðuroynni, beint vestanfyri bygdina, koyrivegur er heilt vestur til eggina og stórt parkeringsøki er har. Veirar vóru settir upp í 2010 fram við eggini, so tað er tryggari at ganga har. Ein stórur klettur datt av berginum, sum er beint sunnanfyri Norðbergseiði, einaferð í 1980'unum, hann liggur har enn. Tað hoyrdist og ristingar føldist heilt heim í bygina, tá hendingin fór fram. Síging á Norðbergseiði. Í 2009 byrjaðu nakrir menn úr Hvalba at bjóða elligamla føroyska siðin "síging" sum ferðavinnumál. Tað gekk væl og í 2010 varð hetta aftur roynt við góðum úrsliti. Fólk kunnu síga niður á sermerktu helluna við stabbagróti og síðan verða hálaði uppaftur. Onkuntíð er bátatúrur við sum ein eyka uppliving. Holið í helluni á Norðbergseiðinum. Eitt hol er í helluni á Norðbergseiðinum, beint við vegin. Eitt høgt hegn er sett rundan um holið, so eingin er í vanda fyri at detta niður í holið. Til ber at síggja niður í Atlantshavið og niður á helluna við stabbagróti, sum er niðri við sjóvarmálan. Bukkeval var á Norðbergseiði. Áðrenn føroyingar fingu fasta skipan við at brenna alt burturkast á brennistøð høvdu flestu størri bygdir sítt egna skrellipláss, har burturkast var beint burtur. Hvalbingar brúktu Norðbergseiði til Bukkeval, burturkast var koyrt á bláman vestur av Drátti har eins og tað var gjørt í øðrum bygdum. Hetta er nú strangliga bannað, nú er staðið eitt vakurt stað, har fólk koma fyri at njóta vøkru náttúruna. Hosni Mubarak. Muhammad Hosni Said Mubarak (føddur 4. mai 1928, deyður 25. februar 2020) vanliga bert umrøddur sum Hosni Mubarak, var fjórði forseti Egyptalands. Han tók við sum forseti hin 14. oktober 1981 eftir Anwar Sadat eftir at hesin varð myrður hin 6. oktober 1981. Tann 11. februar 2011 fór Hosni Mubarak frá sum forseti Egyptalands eftir 18 dagar við ógvusligum mótmælum og uppreistri í landinum. Sum forseti fyri Egyptaland var hann sæddur sum ein av teimum maktmiklastu leiðarunum í miðeystri. Hann var kendur fyri sína moderatu meining um Ísrael-Palestina konfliktina og var ofta við í samráðingum millum báðar síðurnar. 1 (tal). 1 ella eitt ("h."), ein ("ka." og "kv.") 2 (tal). 2 ella Tvey ("n."), Tveir ("m."), Tvær ("f.") 3 (tal). 3 ella Trý ("n."), Tríggir ("m."), Tríggjar ("f.") Havnar Róðrarfelag. Sermerkta drekahøvdi, sum prýðir stevni á Havnarbátinum og øðrum bátum hjá Havnar Róðrarfelag. Sílið er mest vinnandi báturin, tá talan er um FM heitið hjá kvinnum (12 ferðir) og hjá dreingjum (8 ferðir) í tíðarskeiðnum 1973-2011. Havnar Róðrarfelag er føroyskt róðrarfelag við heimstaði í Havn. Havnar Róðrarfelag eigur fleiri kappróðrarbátar. Ein av teimum er Havnarbáturin sum er 10-mannafar. Havnarbáturin hevur vunnið føroyameistaraheitið 12 ferðir. Mest vinnandi róðrarfelag í Føroyum. Havnar róðrarfelag er mest vinnandi róðrarfelag í Føroyum tá hugt verður eftir hagtølum aftur til 1973. Í 2012 hevði felagið vunnið 61 FM heitið árini 1973-2012. Havnar róðrarfelag er eisini mest vinnandi róðrarfelag, tá hugt verður eftir hagtølum frá 1973-2012 viðvíkjandi gull, silvur og bronsu á FM-kappróðrunum sum hava verið kring landið á stevnunum. Havnar Róðrarfelag vann 320 gull, 266 silvur og 227 bronsu heiðursmerki í tíðarskeiðnum 1973-2012. Føroyameistaraheiti. Fleiri av bátunum hjá Havnar Róðrarfelag hava vunnið føroyameistaraheitið. Niðanfyri sæst yvirlit yvir tær bátsmanningar, ið hava vunni FM. Barnaróður og Masters eru ikki við í yvirlitinum. Hagtølini eru frá heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag. VÍF. a> á veg út til Ólavsøkukappróðurin 2010. a> 2011. Vestmenningur gjørdist nummar tvey, Klaksvíkingur vann og Hoyvíkingur gjørdist nummar trý. a>, 2010, 10-mannafør. Vestmenningur gjørdist nummar tvey. VÍF er Vestmanna Ítróttarfelag, sum fevnir um ítróttargreinirnar hondbólt, badminton og kappróður. Felagið hevur bústað í Vestmanna. Søgan. Vestmanna Ítróttarfelag varð stovnað 17. mai 1939. Tað hava sitið umleið 15 formenn í felagnum, harav tvær kvinnur. Hondbóltur. VÍF byrjaði at hava kvinnuhondbólt longu tá felagið varð stovnað í 1939. Manshondbólturin byrjaði trý ár seinni í 1942. Tey fyrstu árini varð spælt inni á Fjarðasandi, síðan var farið niðan á Gomluplen. Seinni varð spælt á vøllinum við skúlan. Nøkur ár hevði felagið heimavøll í ítróttarhøllini á Skála, men í 1986 varð ítróttarhøll bygd í Vestmanna, og síðan tá hevur felagið havt venjingar har og spælt heimadystirnir har. Kappróður. Vestmenningar fingu sín fyrsta kappróðrarbát áðrenn VÍF varð stovnað. Fyrsti báturin var 10-mannafarið Vestmenningur, sum felagið læt smíða í 1927. Tað var Jógvan í Skálum, sum smíðaði bátin. Seinni smíðaði hann eisini fyrstu Havfrúnna. Seinni fekk felagið nýggjar bátar, tá var tað Niclas í Koltri, bátasmiður, sum smíðaði bátarnar. Vestmenningur hevur verið føroyameistari árini 1983, 1984, 1987, 1995, 1997 og 2000. Havfrúgvin gjørdist eisini føroyameistari. 5-mannafør kvinnur vunnu føroyameistaraheitið í 1999, 5-mannafør dreingir vunnu tað sama árið, tvs. í 1999 og so aftur í 2007. Inniróður. Seinastu árini hevur VÍF eisini verið virkið innan inniróður. Ein av ungu rógvarum felagsins, Torstein Brattaberg, hevur vunnið FM, DM og Norðurlandsmeistaraheitið. Badminton. VÍF byrjaði at venja badminton seinast í 1980'unum. Tað datt niður fyri aftur stutta tíð seinni, men síðan 1995 hevur felagið spælt badminton relguliga. Umleið 80 fólk venja badminton í Vestmanna. Hópurin hjá VÍF í Atlantic Airways kappingini 2011/12 (menn). Venjarir hjá VÍF monnum í hondbólti eru Ingi Olsen og Dia Midjord. Sumbiarhólmur. Sumbiarhólmur er ein hólmur í Føroyum. Sumbiarhólmur er beint uttanfyri bygdina Sumba, sum er syðsta bygd í Suðuroynni. Hólmurin er millum teir størstu í Føroyum, hann er nummar seks, tá bólkað verður eftir stødd. Sumbiarhólmur er 45 hektarar til støddar. Um summarið hava sumbingar veðrar gangandi á Sumbiarhólmi. Almannastovan. Almannastovan var ein almennur stovnur í Føroyum við deildum í Havn, Klaksvík og Tvøroyri. Hin 1. apríl 1975 varð málsøkið "sosial umsiting" yvirtikið av føroyskum myndugleikum, og Almannastovan varð sett á stovn. Hin 1. juli 2011 boðaði Almannamálaráðið við Rósu Samuelsen sum landsstýriskvinnu, at hon fór undir eina tilgongd við at leggja stovnarnir Almannastovuna og Nærverkið saman til ein nýggjan stovn. Nevnt var í tíðindaskrivinum, at tað vóru á leið 1400 ársverk í Nærverkinum og 100 fólk á Almannastovuni. Navnið á nýggja samanlagda stovninum er Almannaverkið. Gluggarnir. Fámjin og høgu fjøllini norðanfyri bygdina. Gluggarnir er hægsta fjall í Suðuroynni. Fjallið er 610 metrar høgt. Gluggarnir eru millum Fámjin og Trongisvág. Eitt annað høgt fjall sum eitur Herðablaðið er beint sunnanfyri Gluggarnar. "Eystanfyri Herðablaðið" er næsthægsta fjall í Suðuroynni, tað er 605 metrar høgt og er beint eystanfyri ella í ein landsynning av Herðablaðnum og Gluggunum. Vágseiði. Vágseiði er vestanfyri Vág í Suðuroynni. Ofta er nógv brim har vesturi, men hóast tað, so hevur Vágseiði verði nógv brúkt sum lending fyri útróðrarbátar fyrr í tíðini. Um aldarskiftið um ár 1900 komu 2/3 av tí fiski, sum kom uppá land í Vági, av útróðri av Eiðinum. Bátarnir vórðu koyrdir á sjógv oman gjøgnum Kleivina. Kleivin. Kleivin byrjar har sum Eiðisvegur endar í dag. Kleivin kann sigast at vera ein náttúrlig lending, tó eru betringar gjørdar við mannahond. Í 1890 gjørdi Dánjal við Misá eitt spæl at hála bátarnar upp við. Lunnar vóru festir í stórar steinar. Har er sprongt burturúr helluni og stoypt omaná helluna í 1929, og stokkar úr viði eru lagdir omaneftir, so tað er lættari at draga bátar oman og niðan. Tráðbanin. Í 1906 var tráðbani gjørdur á Vágseiði, soleiðis at bátar kundu verða drignir upp á land gjøgnum Múlagjógv, sum er eitt sindur longri vesturi. Tað var ein stórur fyrimunur, tá brimið stóð um Heltnarnar, sum er hella beint við Kleivina, har bátarnir annars løgdu at landi, tá kyrt var. Múlagjógv var sum oftast nógv kyrrari enn sjógvurin longri inni við Heltnarnar. Bátar og veiða var so heysað upp í loft við tráðbananum og ført úteftir inn á land á Eiðinum, veiðan fyri seg og báturin fyri seg. Onkuntíð var bara veiðan hivað upp á henda hátt. 22 bátar róðu út av Eiðinum, tá tráðbanin varð tikin í brúk. Tann fyrsti tráðbanin virkaði við mannakraft, har var eitt spæl, sum menninir gingu runt um og fingu tað at mala runt, til báturin var komin heim á Eiði. Elektrisitet kom til Vágs í 1921, men tað vardi nøkur ár, áðrenn trábanin var rikin við elektrisiteti, tað hendi í 1930. Løgtingið hevði samtykt, at teir vildu gjalda 2/3 av kostnaðinum av tráðbananum, tó í mesta lagi 1800 krónur, og játtanin var treytað av, at forstandaraskapið í felagskommununi í Suðuroynni váttaði, at arbeiðið varð forsvarligt gjørt í tráð við kostnaðarætlanina. Hans Jacob Joensen úr Mikladali gjørdi tvey portur í einari smiðju við Ósagarð, hesi vórðu síðan flutt vestur á Eiðið og sett upp har við skrástívarum, sum vóru festir í helluna. Ein sverur jarntráður var spentur vestur í Múlagjógv. Neystini á Vágeiði. Har stóðu fleiri neyst vesturi á Eiðinum, men tey blivu ikki eins nógv brúkt seinast í 20. øld, sum í 19. øld og tíðliga í 20. øld. Tey seinastu neystini á Eiðinum fórust í einum stormi 14. januar 1989. Tað var so nógv brim og uppgangur, at øll neystini skolaðu burtur. Fleiri av neystunum vóru nýliga umvæld. Allir bátarnir uttan ein vóru bjargaðir, báturin sum fórst brotnaði í tvey orsakað av einari gravkúgv, sum stóð við tað vestasta neystið. Gravkúgvin var tikin av stormi og brimi og datt yvir neyst og bát, so báturin brotnaði í tvey. São Paulo. São Paulo (portugisiskt: "São Paulo") er ein býur í Brasil. São Paulo er størsti býur í Suðuramerika, og ein tann býur í heiminum, sum veksur skjótast. Býurin hevur umleið 11 mió. íbúgvar og er størsti býur í Brasil og áttandi størsti býur í heiminum eftir fólkatalinum. Hann er miðdepil í brasilskum ídnaði og handli. Sløk helvt av landsins ídnaði er í São Paulo. Virkini gera klædnavøru, akfør, ravmagnslutir, heilivág og evnafrøðievni. Samkynd kunnu giftast í brasilianska statinum São Paulo. Ítróttur. Pacaembu, søguligt stadion í São Paulo, bygt í 1940 Fótbóltur. Eins og í restini av Brasil, er fótbóltur eisini her tann best dámdi ítrótturin. Tey størstu liðini eru kend sum "Jarn Trio'in" ("Trio de Ferro"): São Paulo FC, Palmeiras og Corinthians. Portuguesa er eitt rímuliga stórt felag, meðan Juventus og Nacional eru tvey smá feløg. São Paulo verður ein av vertsbýunum til FIFA World Cup í 2014, har Brasil er vertstjóð til kappingina. Stadion hjá Corinthians, nevnt Arena Corinthians, verður bygt til endamálið. Oussama Mellouli. Oussama Mellouli (føddur 16. februar 1984) er tunesiskur svimjari, hann svimur frísvimjing og blandað. Hann hevur kelinavnið Ous. Mellouli venur í USA við USC Trojans á lærda háskúlanum í Suður Kalifornia (University of Southern California). Lívsleiðin í altjóða svimjing. Mellouli hevur sett afrikanskt met. Í 2009 gjørdist hann heimsmeistari í 1500 metrum frí á Heimsmeistarastevnuni 2009 í Italia við tíðini 14:37.28. Føroyski Pál Joensen svam eisini í somu kapping, hann gjørdist nummar 17. Mellouli vann tvey silvur heiðursmerki í somu heimsmeistarakapping í 800 metrar frí og 400 metrar frí. Hann vann gull í 1500 frí á summar Olympiaduni í 2008. Mellouli vann heiðursmerki í 2007, men seinni misti hann tey, tí altjóða svimjisambandi fann útav, at roynd varð tikin av Mellouli í 2006, og at henda royndin var positiv, tvs. at Mellouli hevði nýtt eitt ólóligt doping evni. Svimjisambandi í Tunesia valdi tó bert at geva honum ávaring, men FINA vildi hava harðari revsing, so málið fór til CAS dómsstólin (Court of Arbitration for Sport), og soleiðis endaði tað við, at heiðursmerkini, sum Mellouli vann í 2007 vóru tikin frá honum. Sí annars yvirlitið niðanfyri yvir nøkur av týdningarmiklastu úrslitunum hjá Oussama Mellouli. Federico Colbertaldo. Federico Colbertaldo (føddur 17. oktober 1988) er italskur svimjari. Hann svimur frísvimjing. Í 2010 og 2008 vann hann gull í Europameista svimjistevnu á stuttgeil í 1500 m. frí. føroyski svimjarin Pál Joensen svam seg eisini í finaluna í hesi svimjikapping, hann gjørdist nummar 7. Í 2010 vann hann silvur í 400 m. frí til Europameistarastevnu á stuttbana í Eindhoven, og í 2009 vann hann silvur í 1500 m. frí til Europameistarastevnu á stuttbana í Istanbul. Í 2007 vann hann tvey bronsu heiðursmerki, tað eina vann hann í 1500 m. frí til Europameistara svimjistevnu á stuttbana í Debrecen í Ungarn, hitt bronsu heiðursmerkið vann hann til Heimsmeistarastevnuna í Melbourne í 800 m. frí. Bárður Hansen. Bárður Hansen (føddur 13. mars 1992) er føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari. Bárður spælir við Víkingi í Vodafonedeildini og á U19 landsliðnum hjá Føroyum. Bárður leikti sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá Víkingi í Vodafonedeildini í 2008 bert 16 ára gamal. Liðið hjá honum vann Løgmanssteypið í 2009. Í 2010 leikti Víkingur tveir dystir í Europa League móti turkiska liðnum Beşiktaş. Bárður leikti báðir dystirnir. Altjóða dystir fyri feløg. Bárður spældi tveir altjóða dystir fyri feløg í 2012, tað var móti Gomel. Gomel vann 6-0 og 4-0. Í 2010 spældi hann tveir dystir móti turkiska felagnum Besiktas. Ungdómslandsliðsleikari. Báður Hansen hevur leikt við fleiri føroyskum ungdómslandsliðum. U15. Í 2006 spældi hann við U15 í kappingini Aberdeen International Football Festival. Føroyar U15 vann kappingina fyri bólkin Dreingir U16. U17. Í 2008 leikti Bárður 3 dystir við U17 landsliðnum og í 2009 og 2010 leikti hann 5 dystir við U19 hjá Føroyum. U19 liðið sum Bárður leikti við endaði sum nummar 3 av 4 liðum. Serbia vann bólkin við 9 stigum, Grikkaland gjørdist nummar tvey við 6 stigum, Føroyar nummar 3 við 3 stigum og Hvítarussland nummar 4 somuleiðis við 3 stigum. U19. Bárður hevur spælt 5 dystir við U19 landsliðnum hjá Føroyum. U21. Í 2012 spældi hann við U21 landsliðnum móti Danmark í innleiðandi umfari hin 15. august 2012. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1. Bárður spældi inni allan dystin. Jolly. Jolly er sodavatn, ið verður bryggjað hjá Föroya Bjór. Jolly kom fyrstu ferð á hillarnar í 1955 og er síðan sett í kølarar. Jolly Cola er nógv tað mest selda sodavatnið í Føroyum, og soleiðis hevur tað verið, síðan Föroya Bjór fór at framleiða Jolly Cola umleið 1960. Í fyrstuni var Jolly framleitt av flestu donsku bryggjaríunum í samtakinum S stovnað í 1959. Föroya Bjór kom við í 1960 og líka síðan eitur ein cola í Føroyum ein Jolly. Eisini í Noregi og Íslandi kundi tú fáa Jolly Cola. Heilt upp móti 1980 seldi Jolly upp í 80% av øllum kola í Danmark. So tóku tey stóru bryggjaríini seg burturúr samtakinum, og fóru at gera amerikanskar cola uppá lisens. Í 2001 keypti Föroya Bjór rættindini til Jolly Cola, Jolly Light og Jolly Time fyri føroyska marknaðin frá S. Trygve Gulbranssen. Trygve Emanuel Gulbranssen (15. juni 1894 í Kristiania, Oslo - 10. oktober 1962 í Eidsberg, Østfold) var ein norskur rithøvundur, keypmaður og blaðmaður. Davy Crockett. Davy Crockett (17. august 1786 til 6. mars 1836) var ein hermaður og politikari úr Tennessee. Tvey valskeið, 1827-1831 og 1833-1835, var hann tingmaður í Amerika. Tá ið hann ikki varð afturvaldur, fór hann til Texas og fell í Alamo. Ruth Smith Savnið. Ruth Smith Savnið er í Gamla Skúla á Vágsvegi 101. Uttanfyri Ruth Smith Savnið hin 5. apríl 2013, á 100-ára føðingardegnum hjá Ruth Smith Ruth Smith Savnið er eitt føroyskt savn við listarverkum eftir kendu listakvinnuna Ruth Smith. Ruth Smith Savnið er í Gamla Skúla á Vágsvegi 101 í Vági, har listarkvinnan eisini gekk í skúla sum barn. Á savninum eru oljumálningar og blýantstekningar eftir Ruth Smith. Savnið er opið eftir avtalu við onkran av nevndarlimunum. Tað var áhugafelagið Skálin við Skálá, sum tók stig til at seta á stovn eitt savn við verkum eftir Ruth Smith og William Smith. Skálin við Skálá hevði stovnandi aðalfund 24. november 1988, áðrenn felagið varð sett á stovn, hevði ein áhugabólkur arbeitt við hugskotinum um at seta eitt savn á stovn í eini trý ár. Tveir av stigtakarunum til savnið vóru Jóannes Nolsøe og Maud Benjardøgg. Savnið læt upp í Gamla Skúla í januar 1991, framsýningar hava tó eisini verið í øðrum hølum, t.d. í fimleikarhøllini í Vágs Skúla og í Bovlinghøllini í Vági. Málningarnir sum savnið eigur vóru á framsýning á Ribe Kunstmuseum í Danmark frá januar til mars 2008. Eftir tað blivu málningarnir settir í stand (restaureraðir) av Dorthe Aggerholm, konservator. Fyrstu viku í apríl 2013 varð 100 ára føðingardagurin hjá Ruth Smith hildin í 6 dagar. Nevndin skipaði fyri Ruth Smith fagnaði, sum byrjaði 1. apríl, sum var 2. páskadagur, í Suðuroyar Musikkskúla í Framtíðini í Vági, har Hansina Iversen hevði listaframsýning, Ljómur sang, talur vóru hildnar og orgultónleikur var á skránni. Hansina er abbadóttir William Smith, Ruth var abbasystir hennara. Framsýningin helt fram alla vikuna, framsýningin í Ruth Smith Savninum varð eisini opin allar dagarnar. Mikudagin varð tiltak í Framtíðini, har Ólavur Jakobsen spældi guitar og Kinna Poulsen helt røðu um listina hjá Ruth Smith. Fríggjadagin 5. apríl, tá tað júst vóru liðin 100 ár, síðan Ruth varð borin í heim, var hátíðarløta við grøvirnar hjá báðum systkjunum, Ruth og William Smith, sum liggja grivin lið um lið í gamla kirkjugarði í Vági, sum er beint við har ið tey vuksu upp, og bert umleið 100 metrar frá Gamla Skúla, har tey bæði gingu í skúla sum børn, og har Ruth Smith Savnið nú heldur til á 1. hædd. Ronald Reagan. Ronald Wilson Reagan (f. 6. februar 1911 í Illinois, d. 5. juni 2004 í Kalifornia) var 40. forseti í Sambandsríki Amerika. Gamli filmsleikarin, gjørdist amerikanskur forseti 4. november 1980. Í stjórnarárum hansara var búskapurin fyri skrædli. Reagan lækkaði skattin til tess at fáa búskaparvøksur, men skattalækkingin hevði við sær, at vælferðarjáttanin minkaði stórliga. Mong fólk gjørdust illa fyri, men búskapurin blómaði. Hann helt fram við búskaparstevnu síni, tá ið hann var afturvaldur 6. nov. í 1984, men játtaði ógvuliga nógvan pening til vápn og ovurdýrar vápnaverkætlanir. Hetta elvdi til hall á fíggjarlógini, til at Amerika gjørdist skuldarbundin tjóð og til skrædl á virðisbrævamarknaðinum í 1987. Funnist varð eisini harðliga at Reagan hetta árið, tá ið tað spurdist, at embætismenn hansara høvdu selt Iran vápn fyri gíðslar og laið contrasdeildunum, ið bardust ímóti vinstrastjórnini í Nikaragua, vinningin. Morðroynd. John Hinckley Jr. hevði sæð filmin "Taxi Driver" minst 15 ferðir og var trásettur av Jodie Foster, sum spældi við í filminum. Hann royndi fleiri ferðir at koma í samband við hana, men uttan eydnu, og tí gjørdi hann av, at fyri at hon skuldi geva honum gætur, noyddist hann at gera okkurt heilt serligt - at drepa amerikanska forsetan. So 30. mars í 1981 fór Hinckley til Hilton Hotel í Washington DC, har Ronald Reagan tann dagin skuldi halda røðu. Tá Ronald Reagan var liðugur við røðuna og var á veg aftur til bilin hjá sær, hoyrdust seks skot. Eitt rakti pressuskrivaran hjá Reagan, eitt annað rakti ein politist, og enn eitt skot rakti ein av lívverjunum hjá forsetanum. Tvey skot raktu bilin, og sætta kúlan stiklaði av bilhurðini og endaði undir arminum á Reagan, sum í skundi varð skumpaður inn í bilin og koyrdi avstað. Tey flestu vistu ikki beinanvegin, at forsetin var raktur. Skemtligi Reagan spurdi skurðlæknan, um hann var republikanari. Læknin var demokratur, men svaraði, at “í dag eru vit øll republikanarar”. Hinckley varð roknaður sum sinnissjúkur og bleiv tí dømdur at sita á sinnissjúkrahúsi. Tað gjørdi hann til 2016, tá hann slapp út. Gasageirin. Gasageirin () er staddur á eysturstrond Miðjarðarhavs. Geirin hevur mark við Egyptaland í ein útsynning og Ísrael í ein sunnan, eystan og norðan. Hann er umleið 41 kilometrar langur, millum 6 og 12 kilometrar breiður og hevur eitt øki í alt 360 ferkilometrar. Geirin hevur navn sítt eftir Gasa, størsta býi í geiranum. Smali Gasageirin - har fleiri enn 1,7 mió. palestinar búgva - hevði verið undir ísraelskum ræði síðan seksdaga-kríggið í 1967. Eftir samráðingar millum palestinsku frælsisrørsluna PLO og Ísrael í Noregi í 1993, játtaði Ísrael at geva palestinum í Gasageira og vestan Jordan heimastýri. Íbúgvatalið var í juli 2010 umleið 1,6 milliónir, flest øll eftirkomarar eftir flóttafólkum. Ein millión av íbúgvunum vóru í mars 2005 mettir at vera palestinsk flóttafólk, tó at meginpartur teirra var føddur í Gasageiranum; eldra ættarliðið rýmdi til Gasa í palestinsku flýggjanini í 1948 eftir arabisk-ísraelska kríggið í 1948 frá summum pørtum av Bretsktyvirrádda Palestina, ið gjørdist partar av Ísrael. Íbúgvarnir eru fyrst og fremst Sunni Muslimar. Mali. Lýðveldið Mali (Franskt: "République du Mali") er eitt land í Vesturafrika. Í norðri hevur Mali mark við Algeria, í eystri við Nigeria, í suðri við Burkina Faso, Fílabeinsstrondin og Guinea, og í vestri við Senegal og Móritania. Høvuðsstaður er Bamako, og londinum hevur umleið 14,5 millionar íbúgvar. Landið er kallað upp eftir máttmikla muslimska malinkifólkinum, sum ráddi í stórum ríki á hesum leiðum í 13. og 14. øld. Mali er fyrrverandi franskt hjáland. Nú á døgum er Mali fátækt land. Meginparturin av fólkinum livir av at dyrka jørðina og av neytahald. Í 2013 sendi Frakland hernaðarfólk til landið fyri at hjálpa í stríðnum móti uppreistrarbólkum við tilknýti til al-Qaeda. 53,3 prosent av fólkinum er ikki lesiført og 33 prosent av fólkinum er arbeiðsleyst. Søga. Tá ið tað fór at ganga aftur á í Ganaríki, tóku kúgað fólkasløg valdið, fyrst susafólkið síðan keitafólkið. Í 1230-árunum stóðu keitar undir einum mætum krígskongi, Sun Diata (1217–1255). Hann stovnaði nýtt vesturafrikanskt kongsríki í Mali. Tað gjørdist nógv størri enn Gana og øll onnur kongsríki, sum høvdu verið har um vegir. Ríkið vaks norðureftir, suðureftir og vestureftir og fekk ræði yvir týdningarmestu karavanhandilsbýunum í Suðursahara til dømis Timbuktu og Gao. Sun Diata tók við islamskari trúgv, og kendasti eftirmaður hansara, Mansa Musa (1312-1337) gjørdi pílgrímsferð til Mekka, Saudiarábia. Í 14. øld flutti Mali gull út til Norðurafrika úr dølunum fram við áunum Senegalá og Nigerá. Í 1337 var Mali ímillum størstu ríkini í Afrika. Tollynta rættarskipanin gjørdi Mali til ríkt og friðarligt land. Kirina var ein av býunum við Nigerá, sum var sjálvur miðdepilin í Maliríki. Í Vesturafrika var tað áður so máttmikla Ganaríkið trokað burtur av nýggja kongríkinum Mali í 14. øld. Fólkið í Mali vann sær enn stórt ríkidømi av kamelkaravanunum tvørtur um Sahel til og úr Norðurafrika. Songhaifólkið í Vesturafrika var granni hjá tí múgvandi Maliríkinum. Teir fóru at ræna Mali fyrst í 15. øld. Hálva øld seinni vóru teir vorðnir álvarslig hóttan ímóti ríkinum. Undir valdsharra sínum Sonni Ali (1462-1492), tóku teir stórar partar av Eysturmali. Hesin partur var til Shonghairíkið. Sonni Ali var ovasti maður í herinum, og meginparturin av stjórnartíð síni var hann á herferð. Hann vann nýggja ríkinum meiri vald, tá ið hann tók og vaks handilsbýirnar í Mali til dømis Timbuktu og Jenne, eins og hann vaks sín egna høvuðsstað Gao. Tá ið hann hevði lagt næstan alt Maliríkið undir seg, royndi hann at fáa skil á stýrislagið og at reisa landið á føtur aftur. Hann doyði í 1492, og sonurin tók við eftir hann, men eitt ár eftir koyrdi ein av fremstu herovastum Sonna, Askia Mohammed Turré (1442–1538), hann frá. Søgur um nógv gull drógu evropearar higar, og í 1880-árunum var næstan alt Vesturafrika evropeiskt hjáland. Landalæra. Mali er sum Niger til víddar, t.e. gott og væl sum tey skandinavisku londini samanlagt. Landslagið í Mali skiftir frá stóru oyðimarkarvíddunum í Sahara fyri norðan til Saheløkið í miðjum landi og savannu fyri sunnan. Fram við Nigerá og Senegalá er smalur geiri av fruktagóðum lendi. Nigerá er lívæðrin í Mali. Áin rennur langt eystur ígjøgnum landið, snarar so suðurá og rennur ígjøgnum Niger og Nigeria og út í Atlantshav. Flestu fólk í Mali búgva fram við ánni. Úr ánni fáa tey drikkivatn, vatn á akrarnar, har fiska tey, og áin er eisini týdningarmikil flutningsleið. Høvuðsstaðurin í Mali, Bamako, er týðandi havnabýur; haðan verða sement og brennievni flutt til aðrar partar í landinum, og har verður tikið ímóti rísi og jarðnøtum, sum verða útflutt. Miðskeiðis í Mali greinar Nigerá seg í fýra áir. Hetta økið verður kallað Miðoyrarnar í Mali og er fruktabesta lendið í landinum. Tá ið áin fer at vaksa í regntíðini, seta bøndurnir niður eitt serligt rísslag, sum flýtur og veksur um ein fót um samdøgrið, soleiðis at tað veksur líka skjótt, sum vatnið á oyrunum hækkar. Tuaregar bygdu býin Timbuktu í 1100. Av tí at hann var mitt á handilsleiðini ígjøgnum Sahara, gjørdist hann skjótt týdningarmikil og kendur býur. Arabiskir keypmenn úr Norðurafrika lótu salt, klæði og ross í býti við gull og trælir sunnaneftir. Í 15. øld gjørdist Timbuktu islamskur lærdómsmiðdepil. Seinni fór at ganga aftur á í býnum, og vánalig stýring legði hann opnan fyri fíggindum. Fólkið. 13 milliónir fólk búgva í Mali. Har eru 62 fólkasløg. Átrúnaður. Meginparturin av fólkinum er muslimar. Islam kom til Mali við keypmonnum, sum komu higar ígjøgnum Sahara úr arábiska Norðurafrika. Í 13. øld hevði alt fólkið í Mali tikið við muslimskari trúgv, og moskur vórðu bygdar í flestum býum. Tað eru umleið 2 prosent kristin í Mali. Dogonfólkið. Á sandsteinaheyggjunum við Bandiagaraháslættan sunnan fyri Timbuktu heldur Dogonfólkið til, ið búsettu seg her í 16. øld. Dogonfólkið hevur sínar egnu gudar og eigur nógvar frumsagnir um, hvussu heimurin varð skapaður. Av tí at hetta lendið er kargt og berligt, hevur dogonfólkið verið noytt at lært seg at velta hvønn einasta jarðarteig - tey dyrka til dømis rís, hirsu og mais. Víkar. Víkar er ein avtoftað bygd í Vágum. Víkar er niðursetubygd frá 1833, men longu í 1910 fluttu seinastu fólkini úr aftur bygdini, orsakað av frábyrgingini og ringu atkomumøguleikunum. Eingin lending er á Víkum, og bert slepst upp á land í góðum líkindum. Gangast má um fjøll fyri at koma úr Gásadali ella Sørvági vestur á Víkar. Náttúran á Víkum er stórfingin og húsini í bygdini verða í dag nýtt til frítíðarhús. Rasmus Rasmussen (1880). Rasmus Rasmussen (føddur 18. mars 1880 á Víkum, deyður 30. mai 1961) var ein føroyskur keypmaður og politikkari. Hann búsettist í Fuglafirði. Rasmus Rasmussen sat á Føroya Løgtingi fyri Eysturoynna 1940–1946, fyri Sjálvstýrisflokkin 1940–1943 og fyri Fólkaflokkin 1943–1946. Tvøroyrar Hornorkestur. Tvøroyrar Hornorkestur er eitt føroyskt hornorkestur av Tvøroyri. Tvøroyrar Hornorkestur varð stovnað í 1978. Ein av teimum, sum var við til at stovna hornorkestrið, var Hugh Watkins. Tvøroyrar Hornorkestur hevur hornblásarar úr allari oynni. Í apríl 2008 var 30-ára dagurin hátíðarhildin á Seglloftinum á Tvøroyri, og árliga Musikkstevnan varð eisini hildin í høllini í Trongisvági um somu tíð. Planet Awards 2010. a> eina planet í bólkinum "Besti sangari 2010". Hann vann eisini sama heiður í 2008. Planet Awards 2010 vóru handaðar á stórari galla veitslu á Deep í Havn hin 29. desember 2010. Fleiri ymiskir føroyskir tónleikarar og sangarar framførdu á gallaveitsluni. Tey sum framførdu vóru: Eivør, Hanus G. Johansen, Anna Faroe, Lív Næs, Grandmas Basement, Jens Marni Hansen, Eyðun Nolsøe og Kim Hansen framførdu saman. Karolos Papoulias. Karolos Papoulias varð føddur 4. juni 1929. Hann gjørdist 7. forseti Grikkalands hin 14. mai 2005. Áðrenn tað var hann uttanríkismálaráðharri í Grikkalandi tvær ferðir. Betrideildin. Betrideildin er heitið á bestu, føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum. Navnið hevur deildin fingið eftir høvuðsstuðulinum, Betri samtakinum. Deildin skiftið navn í januar 2018, áðrenn tað nevndist deildin Effodeildin eftir táverandi høvuðsstuðlinum, orkufelaginum Effo, sum deildin bleiv uppkallað eftir frá februar 2012 til januar 2018. Eitt stutt skifti frá januar til 27. februar 2012 hevði besta deildin ongan høvuðsstuðul, ta tíðina var deildin nevnd Meistaradeildin. Árini 2008 - 2011 varð deildin nevnd Vodafonedeildin, uppkallað eftir táverandi høvuðsstuðlinum, Vodafone, ið keypti sær rættindini til deildina í 2008. Frá 2005-2008 var heitið Formuladeildin, uppkallað eftur táverandi høvuðsstuðli formula.fo. føroyska landskappingin í fótbólti var í 1942. Tað árið var bert ein deild, og varð hon rópt Meistaradeildin. Hetta var eisini heitið á bestu deildini fram til 1975. Frá 1976 var besta deildin rópt 1. deild. Frá 2005 fekk besta deildin navn eftireinum høvuðssponsori. Gull- og silvurvinnarar. 1 Í 1944 var eingin kapping vegna bóltatrot. Undrið FF. Undrið FF er eitt fótbóltsfelag úr Tórshavn, sum varð stovnað í 18. januar 2006. Felagið hevur havt lið í 3. deild hjá monnum, síðan felagið varð stovnað. Í 2010 hevði felagið tvey lið í 3. deild og eitt kvinnulið, sum leikti á hálvum vølli. Tað eina av 3. deildarliðunum vann deildina og flutti upp í aðru deild. Tá felagið varð stovnað í 2006 var navnið Undri uttan Ð. Tað var uppkallað eftir høvuðsstuðlinum hjá felagnum, "Undri sápa". Í 2010 fekk felagið nýggjan stuðul, og so varð navnið endurnýggjað, soleiðis at Undrið kom at enda við Ð. 07 Vestur. 07 Vestur er føroyskt fótbóltsfelag úr Vágoynni, sum varð stovnað 6. november í 2007. 07 Vestur er úrslitið av einari samanlegging millum FS Vágar og SÍ. Árini 1993 - 2007 var eitt annað felag í Vágoynni, sum nevndist FS Vágar (Fótbóltssamtakið Vágar), tað var eitt samstarv millum SÍF og MB, og í 1998-2002 var SÍ eisini við. 07 Vestur var sum nevnt stovnað í 2007, sum navnið eisini sipar til. Fyrsti venjarin hjá 07 Vestur var Piotr Krakowski. 07 Vestur spældi í 1. deild í 2010, teir vunnu deildina og fluttu upp í Effodeildina. Teir endaðu næstniðast í bestu deildini og í 2012 spæla teir aftur í 1. Tjaldavíkshólmur. Tjaldavíkshólmur er ein hólmur í Føroyum, hin fimmtistørsti. Hólmurin er 7,5 hektarar til støddar. Tjaldavíkshólmur er í Tjaldavík í Suðuroynni sunnanfyri Øravík og norðanfyri Hov. Ein lítil vík sum er beint við hólmin verður nevnd Trøllavík, har hevur IRF eina umlastingarstøð. Lopranshólmur. a>, á myndini sæst bert syðri partur av hólminum. Lopranshólmur er ein hólmur í Føroyum. Lopranshólmur er 3,4 hektarar til støddar, og er hann hin sjeyndistørsti av hólmunum í Føroyum. Lopranshólmur eitur eftir bygdini Lopra. Hólmurin er vestan fyri Lopra, júst vestan fyri Lopranseiði og liggur sera tætt við Suðuroynna. Um summarið gongur seyður á Lopranshólmi. Hotel Tórshavn. Hotel Tórshavn er bygningurin høgrumegin. Hotel Tórshavn er eitt gistingarhús í Tórsgøtu í Havn. Har er eisini matstovan Hvonn og barr. Um summarið er eisini uttandura matstova og barr uttanfyri hotellið og hinumegin vegin Undir Bryggjubakka. Hotel Tórshavn nevndist fyrr Sjómansheimið. Í 2007 varð gamla Sjómansheimið høvuðsumvælt og broytti navn til Hotel Tórshavn. Hotellið liggur niðast í Tórsgøtu, við vegamóti til plássið niðri í Vágsbotni, har standmyndin av Nólsoyar Pálli stendur. Miðlahúsið er hinumegin Tórsgøtu. Havnar Kirkja og Bryggjubakki eru beint yvirav Hotel Tórshavn, hinumegin Gríms Kambansgøtu. Tailand. Kongsríkið Tailand (tailendskt: "ราชอาณาจักรไทย, Ratcha Anachak Thai") varð stovnsett í 13. øld, og hevur verið sjálvstøðugt ríki síðan. Tað varð einasta land á meginlandinum í Landsynningsásia, ið ikki gjørdist hjáland og kom undir bretskt ella franskt yvirræði. Tailand hevur ongantíð verið hjáland. Høvuðsstaðurin í Tailandi er Bangkok og miðallívsævin í landinum er 69 ár (2008). Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Teiland, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Tailand. Herurin í Tailandi tók ræði á landinum í mai í 2014, eftir at ófriður hevði valdað í landinum í fleiri mánaðir. Søga. Í 12. og 13. øld var tann partur av Landsynningsasia, sum nú er Tailand, í smáum ríkjum, sum bardust um at fáa ræðið yvir teimum fruktagóðu slættunum mitt í landinum. Um miðja 14. øld varð kongsríkið Ayutha grundað fyri sunnan. Tað gjørdist so stórt í vídd, at tað kom inn á ein part av tí eftirstundaða láglendinum fyri sunnan og fekk navnið "Siam". Í 1448 tók Trailokanat kongur við siamesisku trúnuni. Hann stýrdi væl, og rættarábøtur hansara vóru í gildi til um miðja 19. øld. Trailokanat liðaði fyrisitingina sundir í eina hernaðarliga og eina borgarliga høvuðsdeild við egnum undirdeildum fyri stýri, búskapi, lógum og rætti. Hann skifti siamesiska samfelagið sundur í stættir, hvør stætt fekk sínar jarðir til hvønn einstakan lim. Enntá tey fátækastu fingu ein jarðarteig, so eingin skuldi svølta. Meginpartin av tíðini, Trailokanat ráddi, kríggjaðist ríki hansara við ríki fyri norðan. Tá ið ríkið gjørdist størri, læt hann høvuðsstaðin flyta norður eftir til Phitsanulok. Trailokanat doyði í 1488. Tá hevði hann útnevnt son sín til undirkong, embætið var til til miðja 19. øld, tá varð tað avtikið. Buddisman varð vorðin høvuðstrúarlæra í Tailandi í 15. øld, og nógvar myndir av Budda vórðu gjørdar. Politikkur. Bhumibol Adulyadej kongur hevur verið kongur síðan 1946 og er ímillum teir ríkisovastar í heiminum, sum hevur sitið longst. Hann hevur stóran týdning sum maðurin, ið savnar landið, og hevur ofta lagt upp í politiskar ósemjur til tess at fáa skil á aftur í landinum. Tailendski herurin hevur framt fleir statskvett, síðani landið fekk kongsdømi í 1932. Herurin koyrdi Thaksin Shinawatra, bróðir núverandi forsætisráðharran, Yingluck Shinawatra, frá í 2006. Verður hugt eftir lutfallinum millum kvinnur og menn í leiðslu, so liggur Tailand heilt í toppinum samanborið við øll heimsins lond. Har eru 45 % av leiðarunum kvinnur. Verður samanlíknað við til dømis Danmark, eru einans 12 % av leiðarunum kvinnur. Danmark liggur í botninum saman við til dømis India og Arábisku Emiratunum. Sunnudagin 3. juli í 2011 fekk Tailand sín fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra. Tað er 44 ára gamla Yingluck Shinawatra, sum hevur eina fortíð sum stjóri í privata vinnulívinum, sum fer at royna seg. Hon er systir fyrrverandi forsætisráðharran, "Thaksin", sum er í útlegd í Dubai. Landafrøði. Norðari, vestari og sunnari partur í landinum er mest fjallalendi og ikki nærbýlt. Um triðingurin av fólkinum býr á fruktagóðu og fjølbygdu eingjunum miðskeiðis í landinum. Fyrr var nógvur skógur í Tailandi, men vandi var fyri, at hann varð týndur, tí varð bannað at høgga skóg. Høvuðsstaðurin, Bangkok, er bygdur á Menamoyrunum; enn eru fáir høvuðsvegir, og almenna flutningskervið er vánaligt. Tí er javnan ruðuleiki í ferðsluni, og tað kann vera ringt at fáa skil á aftur. Eftir ein monsunstorm í 1992 liðu 11 tímar, til ferðslan gekk aftur sum vanligt. Eftir almennum hagtølum búgva 9,1 mió fólk í Bangkok, men tað rætta er, at helst búgva úti við 13 mió fólk. Bangkok verður tíðum kallaður Eysturlanda Venesia, tí tann mesta ferðslan í býnum er við báti, og meginparturin av handlunum í býnum er í bátum. Búskapur. Tailand er eitt hitt ríkasta landið í Landsynningsásia. Týdningarmiklasti vinnuvegur er landbúnaður. Einki annað land í heiminum dyrkar so nógv ananas sum Tailand. Nógv gummi og rís verður eisini útflutt. Seinastu árini hevur annar ídnaður tikið seg fram um landbúnaðin og er vorðin landsins størsta inntøka. Serliga mong fólk í býunum arbeiða í námsvinnu og ídnaði. Amerikanskar og japanskar fyritøkur hava stovnað verksmiðjur í Tailandi, ið gera framkomnar elektróniskar lutir til teldur og aðra hátøkni. Flestu verkafólk á hesum nýggju verksmiðjunum eru konufólk. Konufólk verða tikin fram um mannfólk at arbeiða í elektrónikkídnaðinum, tí at tey fáa lægri løn og eru lætthentari og fimari í fingrunum at fáast við hetta ørfína arbeiðið. Bara 1,5 % av fólkinum er arbeiðsleys (2010). Ferðavinnan. Nú á døgum er mikil menning og stórur búskaparvøkstur í Tailandi - ein hin týdningarmesta inntøkukeldan er ferðavinnan. Mongu listskrýddu buddatemplini í Tailandi hava altíð drigið ferðafólk úr øllum heiminum at koma hagar at síggja hesa vøkru byggilist. Nú koma eisini mangir útlendingar til Tailands at dusa sær á óspiltu sandstrondunum, at ganga í fjøllunum fyri norðan ella at spæla á nýggju golfvøllunum, ið mest eru bygdir at fáa ríkar japanskar ella amerikanskar keypmenn hagar. Fleiri enn 9 mió. ferðafólk fara til Tailands á hvørjum ári. Átrúnaður. Høvuðsátrúnaður í Tailandi er theravadalæran, ið er grein av buddismuni. Henda læra kom til Landsynningsásia í 12. øld, tá ið munkar úr Sri Lanka komu hagar, og eftir stuttari tíð gjørdist hon høvuðsátrúnaður í Tailandi. Theravadalæran (á føroyskum: „læra teirra elstu") eggjar trúfeløgum sínum at halda karmalógirnar og at gera alt, ið stendur í teirra valdi at minka um líðingarnar í heiminum. Mentan. Landsins ríki mentanararvur eru til dømis tempuldansur og mong sera vøkur gomul hús. Tijuana. Tijuana er býur á markinum móti USA í Norðurmeksiko. Tijuana hevur umleið 1,4 mió. íbúgvar. Vanligt er, at nógv fólk úr Kalifornia fer um markið suður í Meksiko fyri ein dag til at keypa, og hetta hevur ført við sær, at bygdirnar fram við markinum vaksa skjótt, og at har eru ógvuliga nógvir handlar. Tijuana er ein tann vandamesti býurin í Meksiko. Hispaniola. Fyrsta búsetingarnar hjá evropearum í Amerika. Hispaniola er ein oyggj í Karibiahavinum, ið hoyrir til Stóru Antilloyggjar. Oyggin er býtt í tvey lýðveldi. Vestarumegin liggur lýðveldið Haiti, ið fevnir ein triðingur av oynni, og eystarumegin liggur Dominikanska Lýðveldið, ið fevnir tveir triðingar av oynni. Hispaniola er - við síni vídd upp á 76,480 km² - næststørsta oyggj í Karibiahavinum. Søga. Tann 5. desember 1492 fann Kristoffur Kolumbus eina nýggja oyggj, sum tey innføddu nevndu Haiti. Hon minti hann um Spania, so hann nevndi hana "La Isla Espaniola" á sponskum, ella "Hispaniola Insula" á latínskum máli. Heitið merkir "oyggin Lítla Spania", Í dag verður tað tó stytt til "Hispaniola". Jólaaftan 1492 løgdu teir á "Santu Mariu" stilt við strondina í útnyrðingshorninum av Hispaniola. Men beint eftir midnátt rendi skipið á eitt korallriv. Jólamorgun royndu menninir tað teir kundu, fyri at bjarga farminum av strandaða skipinum. Oyggjabúgvarnir komu rógvandi út til teirra at hjálpa teimum. Aftaná bjóðaðu oyggjabúgvarnir teimum í veitslu og Kolumbus gerdi av at byggja eina skansa á hesum staði. Menninir nýttu timbrið av tí strandaðu Santu Mariu. Kolumbus nevndi skansan "La Navidad", ið merkir»jól«á sponskum. Fyrsta dómkirkjan, fyrsta kleystrið og fyrsta sjúkrahúsið í Amerika hava staðið á hesari oynni. Amerikonsku Jómfrúoyggjar. Amerikonsku Jómfrúoyggjar (enskt: "United States Virgin Islands") er ein oyggjabólkur sum hoyrir til USA, sum fyrr vórðu kallaðar Vesturindisku oyggjarnar, tá tær vóru undir donskum ræði. Amerikonsku Jómfrúoyggjar er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Jómfrúoyggjar í Karibia. Hesar oyggjar liggja tætt við Puerto Riko; hetta er ein oyggjabólkur, til støddar 346,36 ferkilometrar, sum liggja umleið 64 km eystanfyri Puerto Riko. Oyggjabólkurin er ein av fimm fólkaðu amerikonskum hjálondunum. Størsti býurin, ið er Charlotte Amalie, liggur sunnanvert á oynni St. Thomas. Býurin er eisini høvuðsstaður. Oyggjarnar eru umleið 80 í tali. Fýra av oyggjunum er bygdar, hinar eru smærri oyggjar ella hólmar, har ongin býr. Saint Croix, Saint Thomas og Saint John eru størstu oyggjarnar í hesum oyggjabólki. Tann størsta, Saint Croix, er 214,7 km2 ella umleið 2 ferðir størri enn Sandoy. Landið hevur umleið 104 túsund íbúgvar í 2014. Oyggjarnar vóru fyrst spanskar og siðan danskar frá 1691 til 1917. Amerikonsku Jómfrúoyggjar hava sjálvstýri, men eru nú undir amerikonskum yvirræði. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti (uml. 13 %). Málið tey tosað er kreólskt, ein blandingur av enskum, donskum og upprunamáli. Men skriftmálið er enskt, sum eisini øll duga, eins og vit duga danskt. Almenna málið er enskt. Høvuðsvinnurnar eru ferðavinna og landbúnaður. Heitt er veðurlagið, og ofta regnar, so væl fæst burtur úr jørðini. Ferðavinna er ein týdningarmikil vinna á flestu Jómfrúoyggjunum; fólk úr øllum USA koma at ferðast á flógvu sandstrondunum í Jómfrúoyggjum. Ferðavinnan hevur alstóran týdning fyri búskapin, og stívliga helvtin av fólkinum í landinum arbeiðir á gistingarhúsum, í handlum og á matstovum. Charlotte Amalie, á oynni Saint Thomas, er størsti ferðavinnubýur, og har er djúp og góð havn til stór skip, ið eru á rundferð í Karibiahavi. Fín strond breiðir seg úr vestur til eystur - frá miðbýnum í Charlotte Amalie. Umframt hesar stóru strendurnar finnast fleiri smærri strendur uttan fyri býin. Umleið 7 km norðan fyri Charlotte Amalie finnur tú eina av bestu strondunum, Magens Bay. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari (USD). Íbúgvar á Jómfrúoyggjum hava rætt at búsetast og arbeiða í USA og at gera sjálvbodna tænastu í amerikanska herinum. Evropearar leggja Karibia undir seg. Evropearar týndu upprunafólkið; tey sum ikki vórðu myrd, doyðu av smittandi sjúkum, ið niðursetumenninir bóru við sær. Men arbeiðsmegi mátti verða útvegað til sukurlundirnar, og tí vórðu túsundtals trælir fluttir hagar úr Afrika. Mangir doyðu av ræðuligu arbeiðsumstøðunum, vánaliga kostinum og ringu bústaðarviðurskiftunum. Men teir afrikanarar, sum ikki doyðu, fingu stóra ávirkan í oyggjunum. Mesta fólkið nú á døgum er ættað frá afrikonskum trælum. Undir donskum yvirræði. Tætt eystan fyri Puerto Riko átti Danmark 3 oyggjar, St. Thomas, St. Croix og St. John (á donskum: "De dansk-vestindiske øer"). Eini 251 ár høvdu teir hesar oyggjar í valdi. Nógv sukur varð dyrkað á oyggjunum, og eina langa tíð góvu tær nógv av sær, tí sukrið gekk í góðum prísi í Evropa. So fóru menn í Evropa at dyrka sukurrøtur, og tá fall prísurin á rørsukrinum nógv. Aftan á 1900 hildu summir danir, at tað loysti seg ikki at eiga oyggjarnar - fólkaatkvøða varð hildin, og meirluti var fyri at selja. Tá so fólkið í oyggjunum kravdi at verða leyst frá Danmark, vóru oyggjarnar í 1917 latnar til USA fyri 70 mill. krónur (DDK). Landafrøði. a>, høvuðsstaðurin á oynni Saint Thomas. Amerikonsku Jómfrúoyggjar liggja í oyggjabólkinum, sum verður nevndur Jómfrúoyggjar, í Karibia. Oyggjarnar liggja í Karibiahavi nøkurlunda miðskeiðis ímillum Puertorikonsku Jómfrúoyggjar og Bretsku Jómfrúoyggjar. Oyggjarnar liggja um 64 km eystanfyri Puerto Riko. Jómfrúoyggjar eru partur av Smáu Antilluoyggjunum og av Leewardoyggjunum. Amerikonsku Jómfrúoyggjar er eitt oyggjaland við 80 oyggjum, har fýra tær størstu eru Saint Croix, Saint Thomas, Saint John og Water Island. Flest fólk búgva á Saint Thomas, men størsta oyggin er Saint Croix. Oyggin Saint Croix er 207 km² til støddar, t.e. nakað størri enn Vágar, sum er 177 km². Saint Croix er eisini tann syðsta av Jómfrúoyggjunum. Amerikonsku Jómfrúoyggjarnar eru 1 910 km² til víddar. Oyggjarnar liggja 966 km norðanfyri Venesuela, 64 km eystanfyri Puerto Riko og 1 770 km sunnanfyri Florida Keys í Florida. Hægsti blettur á oyggjunum (Crown Mountain) er bert 474 metrar yvir havinum. Oyggjabólkurin er av vulkanskum uppruna. Saint Thomas og Saint John eru rættuliga nær hvørjum øðrum; siglingartíðin er 15 minuttir. Ferjan tekur ferðafólk og bilar. Oyggin Saint John er øll avvaksin við skógi, hon er partur av "Virgin Islands National Park". Oyggjarnar eru uml. 65 km norðanfyri størstu oynna Saint Croix. Fáar metrar undir vatnskorpuni eru hugtakandi sjódjór og marglitt korallriv. Amerikonsku Jómfrúoyggjar hava tropiskt veðurlag og eru mest sum allar avvaksnar við tjúkkum tropiskum regnskógi. Ódnir koma javnan inn yvir landið, serliga frá juni til november. Mesta regnið er frá september til november. Oyggjar. Amerikonsku Jómfrúoyggjar eru tilsamans uml. 80 oyggjar: 4 eru bygdar og uml. 75 óbygdar. Harðskapur. Landið hevur stórar trupulleikar við bandarelateraðum harðskapi. Sambært Virgin Islands Daily News er tað tann oyggin í Karibia við mest harðskapi, og har vórðu 59 morð skrásett í 2012. Lógloysið er 10 ferðir størri her enn miðaltalið fyri USA. Samanborið við t.d. New York (4,0 morð/pr 100 000) verða 14 ferðir so nógv fólk dripin, 56 morð fyri 100 000 íbúgvar. Miðaltalið í USA er 4,7 morð fyri 100 000 íbúgvar. Keldur. * Woodrow Wilson. Woodrow Wilson (28. desember 1856 í Virginia – 3. februar 1924 í Washington DC) var 28. forseti í USA. Ermarsundsoyggjar. Ermarsundsoyggjarnar (enskt: "Channel Islands", normanskt: "Îles d'la Manche", franskt: "Îles Anglo-Normandes or Îles de la Manche") Jersey og Guernsey eru bretskar, hóast Jersey er bara 24 km. úr fronsku strondini. Nærhendis Jersey og Guernsey eru nógvar smáoyggjar (t.d. Alderney, Sark og Herm), sum eisini verða taldar upp í Ermarsundsoyggjarnar. Veðrið har er ógvuliga lýtt, og høvuðsvinnan er grønmetisvelting. Góða veðrið og nógva sólskinið lokka nógv ferðafólk hagar, og um summarið er fólkatalið á oyggjunum tvær ferðir tað vanliga, sum er um 158 000 fólk. Aleutoyggjar. Aleutoyggjarnar (enskt: "Aleutian Islands") eru ein oyggjabólkur í Vesturalaska. Aleutoyggjarnar er oyggjabólkur sum telur 14 størri oyggjar og umleið 300 smærri oyggjar og hólmar. Attu Island og Unalaska Island eru størstu oyggjarnar í hesum oyggjabólki. Nógv tað størsta plássið er býurin Unalaska, sum við sínum 4,376 fólkum hevur uml. 50 % av fólkatalinum í Aleutoyggjum. Á Aleutoyggjum tosa tey flestu enskt, men har eru eini 500 fólk, sum tosa aleutiskt. Oyggjarnar vóru einaferð undir russiskum valdi, og enn finnast spor frá teirri tíðini. Kristiansand. Kristiansand er fimti størsti býur í Norra og høvuðsstaðurin í suðurlandinum. Býurin er handils- og samferðslumiðdepilin í suðurlandinum og hevur sera gott buss, tok og ferjusamband við restina av Norra og útlandi. Kristiansand er m.a. kendur sum blómubýurin í Norra, har meira enn 20 000 summarblómur eru at síggja í miðbýnum hvørt summar. Í norðara partinum av Kristiansand er m.a. gamli sjarmerandi býarparturin Posebyen, ið hevur størstu samling av gomlum træhúsum í Norðurevropa. Miðbýurin í Kristiansand kallast Kvadraturen. Høvuðsgøtan eitur Markensgate; har eru eisini áhugaverdar síðugøtur, so sum Skippergata og Dronningensgate. Bert fáar kilometrar eystanfyri býin er Sørlandsparken og Sølandssenteret, ið er eitt stórt shoppingsentur við 100 ymiskum handlum. Og umleið 12 kilometrar eystanfyri Kristiansand er vælvitjaði djóragarðurin og stuttleikaparkin Kristiansand Dyre- og Fritidspark. Í ongum øðrum bý í Noregi eru so nógv fiskiskip, sum í Kristiansand og Ålesund. Trondheim. Trondheim er ein býur og kommuna í Trøndelag í Noregi. Býurin er fjórðstørstur í Norra. Trondheim er gitin fyri dómkirkjuna, sum man vera ein tann vakrasta í øllum Norðurlondum. Í katólsku tíðini komu nógvir pílgrímar til býin at síggja skrínið við beinunum av Santa Ólavi kongi, sum stóð á háaltarinum í kirkjuni. Tætt við Trondheim eru Laðir, har sum Hákun jall búði. Norðan fyri Trondheimsfjørðin er landið avvaksið við skógi, og nógv timbur verður floytt oman til Namsos og avskipað haðani. Longyearbýur. Longyearbýur er størsti býur á Svalbarði og liggur í Longyeardalen á vestursíðuni á oynni Spitsbergen. Í Longyearbýnum er útvarpsstøð, skúli, skjúkrahús, bókasavn og biohøll. Heimsins norðasti býur, Longyearbýurin, varð bygdur í sambandi við námsvinnu. Har eru nógvar matstovur, og miðalaldurin er lágur. Tað kemst av at har eru nógv lesandi og universitetið virkar sum kjarnin í býnum. Landið liggur so langt norð, at tað um veturin er myrkt alt samdøgnið og ljóst um summarið. Í 2015 lótu tvey fólk lív í skalvalopi í Longyearbýnum, og í desember í 2017 máttu myndugleikarnir flyta 200 fólk burtur, tí vandi var fyri skalvalopum. Umleið 10 prosent av íbúgvunum í býnum mugu hvørt ár rýma frá húsum fleiri ferðir. Nashyrningur. Fyrstu nashyrningarnir (frøðiheiti á latíni: "Rhinocerotidae") vórðu til fyri 30 mió. árum síðan, og teir eru millum størstu súgdýr, ið livað hava á landi. Nú eru fá dýrasløg, ið eru verri fyri enn nashyrningur. Hann verður dripin í túsundatali fyri hornið á snáðini, og øll nashyrningasløg eru í altjóða yvirlitinum við dýrasløgum í vanda. Fimm sløg eru: Hvítur nashyrningur (breiðsnáðaður nashyrningur) og svartur nashyrningur í Afrika, indianashyrningur í Noðurindia, javanashyrningur í Indonesia og sumatranashyrningur í Eysturásia. Nashyrningar liva vanliga stakir. Hann sær illa longri enn 30 m. frá sær. Teir síggja stutt frá seg, men hava góða hoyrn og frálíkt tev. Tapirur í Amerika er nær skyldur við nashyrning. Nashyrningar eta gróður. Við tjúkku, breiðu vørrunum roytir hann gras og aðrar plantur. Hornið er úr hárkendum tægrum, ið eru persaðar saman til hart evni. Sló er ikki í horninum. Indianashyrningur og javanashyrningur hava bara eitt horn. Hini sløgini hava øll tvey. Nashyrningur hevur tjúkka og seiga húð. Á summum er húðin skift í stórar húðarplátur, rukkur og faldir um bein og háls. Húðin á indianashyrningi er átøk brynju. Flestu nashyrningar eru snøggir, hava ikki hár á kroppinum, bara sumatranashyrningur er loðin. Veiðitjóvar skjóta nógvan nashyrning fyri hornið, tí summi halda, at góður heilivágur er í tí. Hornið í nashyrningi er vert sína tyngd í gulli í m.a. Vjetnam og Kina. Og tískil eru allar fimm nashyrningsgreinarnar millum heimsins sjáldsamastu og ábærast staddu dýr. Ovurveiða. Dúgliga verður stríðst at fáa steðgað óløgliga handlinum við nashyrningshorni. Óløglig skjóting hevur gjørt, at nógvar nashyrningsgreinar hava verið um at doyggja út. Veiðutjóvar fanga og drepa dýrini. Hornini verða sagað av, og ræini verða liggjandi. Hornið verður eftir smuglaraleiðum flutt til marknaðirnar í Eysturásia. Ávísir handilsmenn har hava stórvinning av at selja tað í mjølvaðum líki. Tað eru hornini, ið er orsøkin til at nashyrningar eru so nógv eftirspurdir. Heimsnáttúrugrunnurin WWF fekk fyri nøkrum árum síðan eitt virki, ið ger “heilivág”, at vita, hvussu hornið í nashyrningi royndist móti ymsari sjúku. Í Eysturásia er hornið á nashyrningum meira vert enn gull. Hetta millum annað tí at fólk trúgva, at hornið hevur grøðandi evnir. Viðskiftafólkini halda, at hornið eigur í sær kynsliga eggjan, ella at tað grøðir ymiskar sjúkur. Økt upplýsing hevur hesi seinastu árini fingið nýtsluna av hesum sjáldsama “heilivági” at minka í Ásia, og nógvir kundar eta nú mjølvað horn av øðrum dýrum, sum betur eru fyri, til dømis saigaantilopuni. Nashyrningar verða tó dripnir sum aldrin áður í Suðurafrika í 2014. Í 2013 vóru 1004 nashyrningar dripnir í Suðurafrika. Tá var tað eitt nýtt met. Men árið 2014 hevur longu sligið tað metið. 20. november eru 1020 nashyrningar dripnir og árið er enn ikki liðugt. Hetta, sjálvt um man hevur roynt, at vart tey frá veiðumonnum. “Vit óttast, at ólógliga veiðan er bara ein partur, av eini størri heimsumfatandi milliarda ídnaði, ið umfatar ólógligan handil við villum dýrum. Tað er als ikki ein løtt støða, at fáast við", segði suðurafrikanski ráðharrin í umhvørvismálum, Edna Molewa, í 2014. Andy Williams. Howard Andrew "Andy" Williams (f. 3. desember 1927 í Wall Lake, Iowa - d. 25. september 2012) var ein amerikanskur sangari, sum útgav átjan gull og tríggjar platin-sertifiseraðar plátur/tónleikaútgávur.. Hann var vertur á "The Andy Williams Show" frá 1962 til 1971. Hann átti sjónleikarhúsið "Moon River Theatre" í Branson, Missouri, tað var uppkallað eftir kenda sangi hansara við sama heiti. Hann er republikanari. Kendasti sangur hansara má allarhelst verða "Moon River". Aldubáran. Aldubáran er ein føroyskur tónleikabólkur. Tónleikabólkurin Aldubáran hevur, síðani hann varð stovnaður í 1995, veruliga sett síni spor í føroyska tónleikaumhvørvinum. Umframt at vera einasti yrkistónleikabólkur av sínum slag í Føroyum, hevur Aldubáran verið stigtakari og fyriskipari av mongum tiltøkum, bæði størri, men eisini smærri konsertum og konsertferðum uttanlands. Føroysk tónaskøld verða eggjaði at skriva tónleik til bólkin og eru nýggj føroysk verk javnan á skránni hjá Aldubáruni. Aldubáran spælir tó eisini eldri klassiskan tónleik, og hevur m.a. framført stórverkini "Oktett" eftir Franz Schubert, "Pierrot Lunaire" eftir Arnold Schoenberg og ta víðagitnu "Søguna um soldátin" eftir Igor Stravinsky. Sumbiarsteinur. Sumbiarsteinurin, eisini nevndur Munkurin, er tað syðsta punktið í Føroyum. Sumbiarsteinur er eitt av fleiri skerum, sum verða nevnd Flesjarnar. Sumbiarsteinur liggur eitt sindur fyri seg sjálvan, tí hevur hann eisini fingið navnið Munkurin. Orðið "fles" merkir nakað tað sama sum sker. Sumbiarsteinur liggur á 61°21′,6 N. Søguligar frásagnir. Tekning av Munkinum frá 1877 Í sínum Færoæ et Færoa Reserata frá 1673 sigur danski presturin og topografurin Lucas Debes frá staðkendum manni, Johannes Joensøn nevndur, at tað er sera streymhart við Munkin og at ein vandamikil meldurstreymur rekur kring hann. Lucas Debes sigur Munkin vera 10 favnar (18 metrar) høgan. Í 1800 skrivar Pastor Jørgen Landt at upprunin til navnið "Munkurin" (stundum Munkafles) kemst av at frá landi sá táverandi drangurin út sum ein munkur við reyðum hálsi og myrkagráum kroppi og høvdi; og uttan av havi sá hann út sum eitt skip við fullum seglum. Greinin nevnir at Munkurin tá var 21 metrar høgur. Munkurin, ið datt oman í 1884 og 1885, er nú 11 metrar metrar høgur. Áðrenn hann datt oman skuldi súla eiga á honum. Harry Potter og arvalutir Deyðans 1. partur (filmur). Harry Potter og Arvalutir Deyðans 1. partur (enskt upprunaheiti: "Harry Potter and the Deathly Hallows: Part 1") er gjørdur út frá sjeyndu bókini um Harry Potter, sum eitur Harry Potter og Arvalutir Deyðans eftir J.K. Rowling. Bókin er filmatiserað í tveimum partum, tí bókin er so long. Hetta er so fyrsti parturin. Filmurin snýr seg um Harry Potter og vinfólk hansara, Ron og Hermione, sum fara at leita eftir horcruxunum hjá Voldemort. Um tey ikki finna horcruxarnar og oyðileggja teir, so er tað eingin møguleiki, at tey kunnu beina burtur fyri Voldemort. Hesin filmurin er ikki so líka sum hinir, og tað kemur kanska av, at hetta er fyrstu ferð, at Harry ikki fer á Hogwarts. Søgugongd. Vit byrja nærum við einum brakið, har nýggi Gandamálaráðharrin, Davy Jones (Bill Nighy) sigur okkum hvussu myrkar tíðirnar hjá gandaheiminum eru vorðnar nú Voldemort aftur er uppá spæl. Harry skal flytast frá gamla heimi sínum til húsini hjá Ron, og sjálvt um vit síggja 7 persónar umgerast til hvør sína útgávu av Harry megnar Voldemort at finan fram á tann rætta, men gamli trupulleikin frá "Harry Potter og Eldbikarið" er enn har. Gandastavirnir hjá Harry og Voldemort eru eins, og tí kunnu teir ikki brúkast móti hvørjum øðrum. So meðan Voldemort fer á skattajakt eftir einum nýggjum stavi, fer Harry at leita eftir Horcruxes, sum eru lutir, ið innihalda ein part av sálini hjá Voldemort. Voldemort hevur fingið nógv vald í gandaheiminum, og alsamt fleiri fólk doyggja, helst tey mugglaraføddu eru fyri ágangi. Tað er ringt hjá Harry, Ron og Hermione at stóla upp á fólk, tí tað er ringt at siga, hvør er farin í part við Voldemort. Tey trý vinfólkini flýggja alla tíðina, og eingin teirra veit rættiliga, hvar leitanin eftir horcruxunum skal byrja. Dr Pepper. Dr Pepper er sodavatnsfyritøka úr USA. Dr Pepper kom fyrstu ferð á hillarnar í USA í 1885. Tonga. Kongsríki Tonga (tonganskt: "Puleʻanga Fakatuʻi ʻo Tonga", enskt: "Kingdom of Tonga") er oyggjaland í Kyrrahavi. Høvuðsstaðurin eitur Nukuʻalofa. Tonga-oyggjarnar liggja 800 km vestan fyri Fiji. Søga. Hálsprýðið er gjørt soleiðis, at fræ av eini tropiskari plantu er fest á træplátur við breyðfruktarsevju. Polynesar nomu land á Tongaoyggjum um 1300 f.Kr. Teir búsettust fram við eini stórari lón norðarlaga á størstu oynni Tongatapu. Øldir liðu, so fekk ein valdsharrastætt ræðið yvir oyggjunum, men um 1200 e.Kr. stýrdi Tui-Tonga-ættin øllum oyggjunum úr høvuðssæti sínum í Mu'a-økinum í landnyrðingspartinum í Tongatapu. Um 1400 bygdu teir sær stórt høvuðssetur í Mu'a. Uttan um varð gjørt verndarvirki og virkisgrøv, og fyri innan vóru mong hús til høvdingarnar, húski og tænastufólk teirra. Tonga hevði lítið samband við umheimin, men menningin stóð við. Tui-Tonga-ættin hevði stýrt í meira enn hundrað ár, og ávirkanin frá teimum varð borin út um Tongaoyggjar til aðrar oyggjar í Polynesia. Bøndurnir fóru á marknaðin í bygdini at selja vørur og grøði sína, mest bananir, søtepli, kopra (turkað kokusnøt), tapioka, yam og breyðfrukt. Fruktagóða jørðin og tropiska veðurlagið gjørdu, at væl fruktaði á Tonga. Teir veiddu eisini stóran fisk, til dømis háv og tunfisk. Agnið varð goymt í postalínskúvingum, tá ið útróðrarmenninir royndu eftir fiski og til dømis høgguslokki. Polynesar høvdu bátar, tá teir á hvørjum ári sigldu ímillum oyggjarnar. Annars vóru bátarnir loystir hvør frá øðrum og nýttir til dømis flutnings og útróðurs. Kongaliga palassið á oynni Tongatapu. Tonga var ein av teimum fáu oyggjaflokkunum í Polynesia, sum hevði yvirstætt og tignarskipan, ið hevði valdið yvir øllum fólkinum. Meðan yvirstættin helt ting, vóru serligir tingsiðir, har teir ráðandi drukku ein sterkan rúsandi løg "kava", sum var bryggjaður av einari rót. Um 1500 tók onnur ætt við stjórnarvaldinum og stýrdi eina tíð, til Tui-Kanokupolo-ættin, sum enn stýrir í Tongaoyggjum, tók við. Nýggjastova. Nýggjastova er eitt av elstu húsunum í Havn. Helst bygd fyri ár 1600. Nýggjastova er í Gongini í býlinginum, sum tey fyrr nevndu»heima í Havn«. Tað er býlingurin í norðrara partinum av Gongini, niðan móti Húsabrúgv, út móti Doktaragrund og oman til Havnará. Staðið er tiltikið veðurgott, og er tað uttan iva orsøkin til, at tey gomlu hava búsett seg her. Í gomlu Havnini vóru tveir býlingar,»heima í Havn«og»úti í Havn«, sum var býlingurin úti á Reyni ytst móti Tinganesi, har kirkjan, kirkjugarður og prestagarður var. Har stóð eisini Latínskúlin. Nýggjastova var í mong ár Sorinskrivarahús. Ein kendur persónur úr Nýggjustovu er Bente Christine Broberg, betur kend sum Beinta. Hon sum var fyrimyndin hjá Jørgen-Frantz Jacobsen í bókini Barbara. Beinta er fødd í Nýggjustovu í 1667 og vaks upp har. Í skjølum sæst, at sonur hennara og harra Jónas, viðareiðisprest, sum æt Frederik Jonassen, seinni átti húsini. Ein annar kendur persónur úr Nýggjustovu er V. U. Hammershaimb, sum vaks upp í Nýggjustovu. Mamma hansara var úr Nýggjustovu, og pápin úr Fútastovu hinu megin Gongina. Pápin, Jørgen Frants Hammershaimb var sonur fútan, sum eisini æt V. U. Hammershaimb. Gamli fútin var sonur tann fyrsta Hammershaimb, sum kom til Føroya at vera fúti í 1723. Hann æt eisini Jørgen Frants Hammershaimb, og hann giftist - eins og abbasonurin - við konu úr Nýggjustovu. Peter Sørensen Broberg, giftur við Birgithe Bøgvad, deyður 5. desember í 1714, skifti 16. januar 1716, 7 merkur, 7 gyllin og 4 skinn. Arvingar hansara eru: I: Cathrina Margrethe Broberg, gift við Hans Pedersen Top í Nakskov, Peder Hansen Top II: Benthe Christine Broberg, nú gift við Peder Ditlefsen Arahboe, samt den salig Matrones Egen og aparte søn, Frederik Severinsen Schougaard Húsini hjá Beintu (Pg 17 30/38 fol 122) 2. november 1729 fær Frederik Jonasen, sum býr í húsunum, bræv upp á tey frá Peder Arebo 1755 Tá doyr Samuel Pedersen Lamhauge, løgmaður. Hann er giftur Amgard Maria Weyhe 1766 Skifti eftir Jørgen Frantz Hammershaimb, fúta giftur Elisabeth Christine Samuelsdatter H., f. Weyhe, deyð í 1776 Mad. Armgardh Maria Lund, dóttir teirra, deyð í 1781 Gift Handelsforvalter Ulrich Adolf Lund, deyður 1774 Børn teirra hava arvað Nýggjustovu 1784 Sorenskriver Lund og Søstre búgva í Nýggjustovu Rubek Lund, sorenskrivari, doyr ógiftur í 1789 1795 Skifti eftir sorenskriver Rubek Lund. Helene Christien Egholm, gift Samuel Egholm, sum siglir úti og Elisabeth Christine Lund, systrar hansara arva hansara helming í húsunum, so tær nú eiga ein helming hvør. 1801 Helene Christine Egholm, 34 ár, gift, Niels Ulrick, 12 ár Armgarth Marie, 10 ár, hendes børn A. M. giftist Jørgen Frantz Hammershaimb, løgmanni 1819 Mad. H. C. Egholm og Jfr. E. C. Lund. 1820 Skifti eftir Jørgen Frantz Hammershaimb, const. laugmand, giftur Armgardt Marie, født Egholm Børn: Marie Louvise, 5 ½ ár Wenceslaus Ulricus, 1 ¼ ár A. M. flutti inn til mammuna, tá J. F. Hammershaimd doyði, og búði har alla ævi sína 1820 31. dec. pæp. 1818, f. 100. Lutaseðil til Elisabeth Christine Lund úr skifti eftir Rubek Lund, sorenskrivari, bróðir hennara 1834:61 Armgard Marie, født Egholm, 42 ár, enke eftir afg. laugmand Hammershaimb Marie Luise Hammershaimb, 20 ár, ugift, hendes datter 1850:31 1856:220 Madam A. M. Hammershaimb 1860:68 Armgard Marie Hammershaimb, f. Egholm, 69 ár, enke Marie Louse Hammershaimb, 46 ár, ugift (d. 1873, 31. juli, 59 ára gomul) Hanna Absalonsen. Hanna Absalonsen er uppvaksin í Vági, búsitandi í Havn. Absalonsen, Hanna Kvinnutíðindi. Kvinnutíðindi er eitt føroyskt tíðarrit, sum Kvinnufelagið í Havn gav út. Seinasta blaðið var Serblað Túsundáraskiftið, sum kom út í 2000. Evnini í blaðnum eru serliga tengd at tí sum fyrifórst í kvinnurørsluni, bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini er ávísur dentur lagdur á greinar um umhvørvi. Benetice (Světlá nad Sázavou). Benetice (týskt: Benetitz) er ein bygd í Kekkia og hevur umleið 30 íbúgvar og liggur á 49°41' norðurbreidd, 15°21' eysturlongd. Palle Julsgart. Palle Julsgart of ein av hansara standmyndum sum nevnist Sólareyga. Palle Lykke Julsgart (føddur 15. mars 1944 í Keypmannahavn er dani, búsitandi í Føroyum. Hann hevur búð á Tvøroyri síðan 1985. Palle er listamaður, myndahøggari og listamálari. Gallarí Oyggin. Palle Julsgart eigur og rekur Gallarí Oynna á Tvøroyri. Rundan um gallaríið er urtagarður við blómum, trøum og plantum, sum Palle hevur plantað. Fleiri av standmyndum hansara standa í urtagarðinum, og aðrar standa á plássinum yvir av Gallarí Oynni við handilin Tangabúðina, sum Palle og kona hansara Ebba Julsgart eiga. Gallarí Oyggin hevur fleiri framsýningar um árið við listaverkum, sum føroysk og norðurlendsk listafólk hava gjørt. Listaferðir og undirvísing. Julsgart hevur seinastu árini skipað fyri listaferðum til Føroya, til Suðuroynna. Fólk kunnu koma bæði úr Føroyum og úr øðrum londum, serliga úr Danmark, fyri at læra seg at mála listaverk. Palle undirvísir sjálvur á hesum listaferðum, og hann skipar eisini fyri útferðum til vøkur støð í Suðuroynni, har tey luttakandi kunnu fara. Palle Julsgart hevur eisini undirvíst í listamáling á kvøldskúla á Tvøroyri í Suðuroynni í fleiri ár. Concepción. Concepción er ein býur í Kili við umleið 212.000 íbúgvum. Concepción er eisini ein kommuna við umleið 890.000 íbúgvum. Stóra Concepción er saman við býunum Talcahuano, San Pedro de la Paz, Hualpén, Chiguayante, Penco, Tomé, Lota, Coronel, Hualqui størsti stórbýur í Kili. Pedro de Valdivia grundlegði býin í 1550. Í 1751 var býurin raktur meint av jarðskjálvta og einari tsunami. Orsakað av hesi vanlukku, varð tað avgjørt í 1764 at flyta býin til har hann er í dag. Upprunaliga lá býurin har sum Penco nú liggur. Faroe Boys. Faroe Boys var ein føroyskur tónleikabólkur í 1960'unum. Teir spældu bæði altjóða popptónleik og rokktónleik umframt at teir eisini gjørdu egnan føroyskan tónleik. Teir framførdu sín tónleik ymsastaðni í Føroyum og eisini í Íslandi, har teir vóru væl móttiknir. Teir framførdu fast í Sjónleikarhúsinum í Havn í fleiri ár. Teir góvu plátur út í 1964, 65 og 67. Í 1965 hendi stór útskifting í manningini av Faroe Boys. Plátan "Faroe Boys" varð framleidd í apríl 1967, stutt áðrenn teir góvust við at spæla í Sjónleikarhúsinum. Forsangarin í Faroe Boys var vágbingurin Robert Mc Birnie, sum stovnaði bólkin Red Boys í 1959. Faroe Boys varð stovnað í 1961, Robert var tó ikki við til at stovnað Faroe Boys, hann kom við seinni í 1963. Limir í bólkinum. Hesir vóru limir í bólkinum Faroe Boys í 1967, tá LP plátan Fareo Boys kom út: Kári Mouritsen, Jógvan Dahl, Robert Mc Birnie, Bjarni Skaalum, Jógvan Sofus Vágsheyg. Robert McBirnie. Robert McBirnie (føddur 1943 í Sørvági) er føroyskur tónleikari, sangari, sangskrivari, tónasmiður, guitarleikari og undirhaldari. Hann er útbúgvin lærari og hevur arbeitt sum lærari í Vági og í Havn. Robert hevur verið sera virkin innan føroyska tónleikalívið, bæði við tónleikabólkum sum Faroe Boys og øðrum bólkum og sum einstaklingur. Robert er føddur í Sørvági og búði har tey fyrstu árini av lívi sínum, til hann og mamman fluttu suður til Vágs at búgva. Pápi hansara var bretskur hermaður í Føroyum undir seinna Heimsbardaga. Robert hevði lítið og onki samband við pápa sín í barnaárunum, hevur hann greitt frá í føroyskari sjónvarpssending um hann, tí pápin flutti aftur til Onglands, og Robert dugdi ikki enskt. Tá hann gjørdist vaksin, eydnaðist tað honum tó at fáa samband við familjuna hjá pápanum, og hevur hann møtt teimum fleiri ferðir síðan. Mamma Robert giftist seinni við einum manni, sum nevndist Edmund og búði suðuri í Vági, tey bæði fluttu so suður til Vágs at búgva, og Edmund gjørdist so fosturfaðir Robert. Robert giftist seinni Armgarð (fødd Hjelm) úr Vági og saman eiga tey trý børn: Jón, Robert og Súsanna. Tónleika- og undirhaldslívið. Robert í Páls Høll, tá hon læt upp alment í oktober 2015. Robert McBirnie var við til at stovna tónleikabólkin The Red Boys í 1959 í heimbygdini Vági saman við Jákupi Mortensen, Tummasi Johan Midjord, sála, og Jonhardi Vest. Robert og Jákup spældu guittar, Tummas Johan spældi uppá trummu, og Jonhard spældi uppá maracas (eitt slag av ranglum, sum teir nevndu tað tá). Teir framførdu mest í Losjuni í Vági. Seinni kom Sjúrður Strøm við í Red Boys, hann spældi á harmoniku. Fá ár seinni gjørdist Robert fastur limur í vælumtókta tónleikabólkinum Faroe Boys, og har var hann til teir góvust at spæla saman. Robert var eisini við Faroe Boys í Íslandi, har teir vóru sera væl móttiknir. Í Føroyum spældu teir runt um alt landið, tó mest í Havn, har teir spældu fast tvey kvøld um vikuna, mikukvøld og leygarkvøld, í Sjónleikarahúsinum fram til 1967. Robert var forsangari í Faroe Boys, og hann skrivaði eisini nøkur av løgunum og nakrar tekstir til bólkin. Faroe Boys framførdu bæði á føroyskum og á enskum, egin løg og kend útlendsk løg. Robert hevur eisini spælt við øðrum tónleikabólkum: "Islanders", "Robert, Jákup og Ólavur", "Starlight", "Robert og Jógvan", "Paragraf" og "Robert og Vinmenn". Eitt lag hjá Robert gjørdist landaplága í 1970'unum, tað var sangurin "Harmoniku Sørin", sum Poul F. Joensen hevur yrkt, og sum Robert gjørdi lag til og sang sjálvur. Robert hevur eisini sungið og útgivið vágssangin "Vágsbygd" (Vágsbygd mín heimbygd), sum Napoleon Mortensen hevur yrkt. Umframt at vera virkin tónleikari, so er Robert eisini virkin sum undirhaldari, hann hevur m.a. sungið sangir til V4-sendingar, sum vinmaður hansara Niels Petur Nolsøe úr Vági hevur yrkt, og undirheldur av og á til veitslur. Í nøkur ár hevur Robert eisini starvast í Útvarpi Føroya (sum nú eitur Kringvarpið), har hann gjørdi sendingar til Barnaútvarpið. Hann gjørdi bæði tekst og løg til fleiri barnasangir tey árini. Robert hevur eisini gjørt lýsingar fyri Kringvarpið. Í Vági skipaði hann ofta fyri skemti og var sjálvur við til at framføra tað saman við Niels Petur Nolsøe, Petur Dahl Nolsøe og seinni eisini við Arnfinni Thomassen. Hetta skemtið var fastur táttur í veitslum í VB-húsinum til nýggjársveitslur, veðraball og aðrar veitslur við borðhaldi. Tey seinnu mongu árini hevur Robert samstarvað nógv við Hilmar Jan Hansen um skemt og undirhald, umframt at hann hevur undirhildið nógv einsamallur við. Heiður. "Robert McBirnie var maðurin, sum festi í stóra poppfjúsið í Føroyum sum oddamaður í Faroe Boys, sum vann frama bæði her og í Íslandi. Umframt at spælt tónleik, hevur vágbingurin verið virkin sum undirhaldari í nógv ár." Ítróttamaður. Robert McBirnie hevur ikki bara verið tónleikari, hann var eisini virkin innan ítróttarlívið í Vági. Hann spældi fótbólt við VB (sum nú eitur FC Suðuroy) í barna- ungdóms- og vaknsmannaaldri. Hann var m.a. við til at vinna ísafjarðasúluna í 1974. Seinni var hann við til at stovnað VB Flogbólt, sum var virkið í nøkur ár. Felagið datt tó niðurfyri aftur nøkur fá ár eftir, at Robert flutti úr Vági. Richard Harris. Richard St. John Harris (* 1 Oktober 1930 í Limerick í Írlandi – † 25 Oktober 2002 í London í Bretlandi) var ein Írskur sjónleikari, sangari, sangskrivari, leikstjóri, filmprodjúsari, og rithøvundur. Yngru árini. Richar Harris var nr. fimm av nýggju systkjum í eini miðalstættar katólskari familju., pápin Ivan Harris átti eina mjølmyllu. Hann gekk í skúla í Jesuittaskúlanum Crescent College í Limerick. Sum ein talentríkur rugbyspælari, var hann við á fleiri rugbyliðum í býnum har hann m.a. vann eina Munster Senior Cup medalju í 1954 við Garryowen. Richard hevði ambitiónir um at koma á á írska rugbylandsliðið, men tuberklar settu eina forðan fyri hesum, men hann var verðandi ein íðin rugbyfjeppari til sín doyggjandi dag. Eftir at vera komin yvir tuberklasjúkuna avgjørdi Richard Harris at fara á sjónleikaraskúla í London, har hann slapp inn á London Academy of Music and Dramatic Art (LAMDA) at læra sjónleik. Lívsleið innan film. Harris byrjaði sína filmskarrieru í 1958 í filminum "Alive and Kicking". Hann hevði eisini ein minniligan leiklut í filminum "The Guns of Navarone". Í 1962 spældi Harris's í filminum "Mutiny on the Bounty", saman við Trevor Howard og Marlon Brando. Fyrsti høvuðsleiklutur hjá Harris var í filminum "This Sporting Life" í 1963, sum tann beiski ungi kolanámsarbeiðarin, Frank Machin, ið gerst ein kendur rugby spælari. Fyri hendan leiklutin vann Harris prísin best actor í 1963 á Cannes Film Festivalinum. Eftir hetta hevði hann fleiri leiðandi leiklutir ígjøgnum 1960'ini. I 1970'unum hevði hann hetjuleiklutin í spenningsfilmunum "Golden Rendevous" og "The Cassandra Crossing" og eisini eru filmarnir "A man called Horse" og "A Man called Horse returns" kendir frá hesum tíðarskeiði. Flestu kenna Richard Harris sum Albus Dumbledore i tveimum teimum fyrstu filmunum í filmsrøðini "Harry Potter". Han bleiv seinnu árini útvaldur til nógvar ymsar leiklutir, t.d. Sulla í "Julius Cæsar", Dr. Andreas Tork í "Frøken Smillas fornemmelse for sne" og ikki minst Marcus Aurelius í stórfilminum "Gladiator". Í 1968 hevði hann eitt tónleikahitt við lagnum "MacArthur Park". Richard Harris doyði av krabbameini stutt áðrenn upptøkurnar til tann triðja Harry Potter-filmin "Harry Potter og Fangin frá Azkaban" byrjaðu. Minnisvarðar. 30 September 2006 varð ein bronzu standmynd av einum ungum Richard Harris ið spælir racquetball í Kilkee í Co. Clare avdúkað av sjónleikaranum Russel Crowe ið var persónligur vinur við Richard og spældi saman við honum í filminum Gladiator frá 1999. Ein onnur standmynd ið avmyndar Richard Harris sum King Arthur í filminum Camelot er reist í Bedford Row í Limerick, hendan standmynd hevur fingið nógva mótstøðu, tí fólk í Limerick meta at hon als ikki líkist Richard Harris. The Richard Harris Award for Outstanding Contribution by an Actor er ein 'British Independent Film' Prísur ið varð innførdur í 2003 og er uppkallaður eftir Richard Harris. Við BAFTA handanina í 2009, ognaði Mickey Rourke sín 'Best Actor award' til Harris, ið hann segði var ein "góður vinur og ein framúrskarandi sjónleikari." Meryl Streep. Meryl Streep (doypt Mary Louise Streep) (* 22. juni 1949 í New Jersey) er ein amerikonsk sjónleikarinna. Karriera. Meryl Streep hevði sína fyrstu framførslu á palli í 1971 í leikinum 'The Playboy of Seville', áðrenn hennara fyrsta filmsleiklut í sjónvarpsfilminum 'The Deadliest Season' í 1977. Hon hevur havt nógvar stórar leiklutir, nakað ið eisini sæst aftur í hennara nógvu oscarnomineringum. Heilar 16 ferðir er hon nominerað (3 ferðir fyri besta kvinnuliga leiklut og 13 ferðir fyri besta kvinnuliga hjáleiklut) tvær ferðir hevur hon vunnið. Fyrstu ferð í einum hjáleikluti fyri "Kramer vs. Kramer" (1979), aðru ferð sum besti sjónleikari fyri "Sophie's Choice" (1982). Hon fekk eisini ein "Life Achievement Award" frá tí amerikanska filmsinstituttinum (AFI) í 2004 fyri umfatandi karrieru sína. Meryl Streep var nominerað til ein Oscar í Oscarhandanini í 2009, fyri 'Besta kvinnuliga høvuðsleiklut', í filminum "Doubt" (2008), men vann hann ikki. Privatlív. Sum heild vita fólk lítið um Meryl Streep, hon verjir sítt privatlív og er kend fyri at siga; "eg eri ein sjónleikarinna, ið fari heim aftaná arbeiðstíð". Dustin Hoffman. Dustin Hoffman (føddur 8. august 1937 í Los Angeles) er ein amerikanskur sjónleikari. Hann hevur spælt við í filmum, í sjónvarpi og í sjónleikarhúsum síðan 1960. Martin Landau. Martin Landau (føddur 20. juni 1928; a. 15. juli 2017) var ein amerikanskur film- og sjónvarps sjónleikari, sum er best kendur fyri sín leiklut í sjónvarpsrøðini ' (1966-1969) og ' (1975-1977), og fyri sín prísvinnandi leiklut sum Bela Lugosi í filminum Ed Wood í 1994, har hann vann ein Oscar fyri besta mannliga hjáleiklutin. Peter Fonda. Peter Henry Fonda (* 23. februar 1940 í New York City, New York, deyður 16. august 2019 í Los Angeles), var ein amerikanskur sjónleikari og leikstjóri, sonur Henry Fonda, yngri beiggi Jane Fonda og faðir Bridget Fonda. Mamman Frances Ford Seymour forgjørdi sær í 1950, hetta er nakað ið Fonda kemur aftur tíl í sínum leikluti í Easy Rider Wyattsa upplivingar í gravlundini í New Orleans, Louisiana. Peter Fonda studeraði sjónleikalist í heimbýi faðirsins Omaha í Nebraska har hann gekk á "University of Omaha" og begynti seinni á "Omaha Community Playhouse" har bæði pápin og Marlon Brando høvdu byrja sínar karrierur. Fonda fekk seinni leiklutir í sjónleikarhúsum á Broadway í New York har hann vann sær uppmerksemi í uppsetingini «Blood, Sweat and Stanley Poole» áðrenn hann fór til Hollywood, Los Angeles fyri at spæla við í filmum. Fonda fekk sítt gjøgnumbrot sum motorsúkklukoyrandi hippie i kultfilminum "Easy Rider" frá 1969. Aftaná hendan filmin spældi Fonda í eini røð av ævintýrfilmum sum ikki fingu so stórt uppmerksemi, men fyri leiklut sín í filminum "Ulee's Gold" frá 1997 bleiv hann nomineraður til ein Oscar. Elizabeth Taylor. Dame Elizabeth Rosamund Taylor (* 27. februar 1932 – † 23. mars 2011) var ein bretsk-amerikonsk sjónleikarinna. Hon var ein av kendastu sjónleikarum í heiminum og vann fleiri heiðurslønir fyri sítt virksemi sum sjónleikari, m.a. vann hon tvær ferðir heiðurslønina Academy Award for Best Actress, sum eisini er kent sum "Oscar fyri bestu sjónleikarinnu". Hesar vann hon í 1960 fyri "BUtterfield 8" og í 1966 fyri sín leiklut í Who's Afraid of Virginia Woolf?. Elizabeth Taylor varð fødd Onglandi, og búði í einum forstaði í ein útnyrðing av London saman við foreldrum og syskjum fyrstu sjey árini av lívi sínum. Í 1939 brast Seinni heimsbardagi á, og familjan flutti til USA at búgva. Bæði foreldrini hjá Elizabeth Taylor vóru úr USA, og tí fekk Elizabeth Taylor bæði bretskan og amerikanskan statsborgaraskap. Elizabeth Taylor gjørdi eitt stórt arbeiði og brúkti nógvan pening fyri at stuðla gransking í AIDS sjúkuni. Hon var við til at stovna "National AIDS Research Foundation", sum var lagt saman við øðrum líkandi stovni og fekk síðan navni "AmfAR, The Foundation for AIDS Research". Hon fekk ymiskan annan heiður, eitt nú: Presidential Citizens Medal, Legion of Honour, Jean Hersholt Humanitarian Award, AFI Life Achievement Award. Hon var tilnevnd sjeyndaplássi millum amerikanskar sjónleikarinnur á einum topp 50 lista, sum American Film Institute hevur gjørt. Zacharias Zachariassen. Zacharias Zachariassen (føddur í Gøtu í 1935 - deyður 21. august 2017) varð føroyskur trúboðari. Hann varð búsitandi í Norðragøtu. Hann hevur verið virkin í andaligum høpi í yvir 50 ár. Z. Zachariassen hevur verið blaðstjóri í umleið 45 ár, fyrst saman við øðrum á Røddini, og síðani á Leirkerinum. Leirkerið er eisini heiti á forlagnum, sum Z. Zachariassen hevur saman við beiggja sínum Flóvin Tyril. Eisini hevur hann skrivað nógvar bøkur við andaligum ella samkomuligum innihaldi, nevnast kann "Jeremias - hin grátandi profeturin", "Bíblian á føroyskum í hálva øld" og "Frá penni Petur Hábergs", sum er í tveimum bindum. Zacharias hevur eisini umsett nógvar sangir og sálmar til føroyskt, umframt at hava yrkt nógvar føroyskar sangir og sálmar, sum serliga verða brúktir í brøðrasamkomum í Føroyum. Zacharias er pápi Jógvan Zachariassen og Jákup Zachariassen. Petur William Háberg. Petur William Háberg (føddur 31. august 1914 í Havn, andaðist 25. oktober 1984) var kendur fyri sín leiklut í Brøðrasamkomuni í Føroyum, hann hevur m.a. hevur umsett og yrkt nógvar sangir sum verða sungnir í Brøðrasamkomuni í dag. Eftir barnaskúlan og realskúlan arbeiddi hann hjá Tórstein Petersen sakførara. Seinni arbeiddi hann hjá Jens av Reyni í P/F Tór. Saman við svágrinum, Jens Christian Christiansen (Kissa) gav hann fleiri bøkur út á Norrøna Forlagnum. Eisini róku teir bilasøluna Norrøna. Petur Háberg fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri bókina Hugbintingar, sum P/F Dagblaðið gav út í 1981. Bókin var ein greinarøð hjá Peturi Háberg í Dagblaðnum árini 1976-77. Hann var giftur við Hjørdis, saman fingu tey børnini: Beinta, Erna, Jógvan Páll, Elma, Pætur og Malan. Sąspów. Sąspów er ein býur í Póllandi. Sąspów hevur 1361 íbúgvar (2010). Býurin liggur umleið 23 km í ein útnyrðing av býnum Kraków. Eau Claire, Wisconsin. Barstow street í Eau Claire Eau Claire er ein býur í Wisconsin, í Sambandsríkinum Amerika. Hann hevur umleið 65.883 íbugvar (í 2010) og var stovnaður í 1856. Býurin er tann 9. størsti í Wisconsin. Mormonarar. Mormonarar (alment enskt heiti "The Church of Jesus Christ of Latter-day Saints") eru ein amerikonsk sekt frá 1830. Stovnarin æt Joseph Smith. Sektin er ein blandingur av jødiskum-kristnum karakteri. Í fyrstuni lærdi og praktiseraði sektin, at menn kundu hava fleiri konur. Tað er ikki galdandi longur. Mormonararnir hava ein dátugrunn yvir allar deyðar borgarar í USA. Næstan tríggir fjórðingar búgva í Utah. Í Danmark eru umleið 2.000 limir. Colin Powell. Colin Luther Powell (f. 5. apríl 1937 í New York City) var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Republikanska forsetanum George W. Bush. Hann er limur í GOP. Tað var tann 5. februar í 2003, at Powell royndi at sannføra altjóða samfelagið um øll hópoyðingarvápnini hjá stýrinum í Bagdad. Ein mánað seinni gjørdi USA innrás í Irak. Amerikanskur fótbóltur. Amerikanskur fótbóltur (nevndur fótbóltur í USA) er tjóðarítrótt í USA. Amerikanskur fótbóltur er ikki tann ítróttur, sum føroyingar hava størstan áhuga í. Men fyri amerikanarar er finalan, Super Bowl, hæddarpunktið á árinum. Frá september mánaði og árið út verður kappast í tveimum kappingum í amerikanskum fótbólti. Alt hetta endar við, at sekstan lið fara víðari til Play offs, og fyri mong lið er hetta succes-kriteriið. Fótbóltsvøllurin er við strikum býttur í 20 eins stór øki, ið eru fimm yards breið (4,57 m.). Ein dystur eru 4 hálvleikir, sum eru 15 minuttir hvør. Í amerikanskum fótbólti eru 11 leikarar á hvørjum liðnum. Wilson-bóltur er nógv brúktur av fótbóltsfeløgum og framhaldsskúlum í USA til amerikanskan fótbólt. Magni Christiansen. Magni Christiansen er føroyskur gospel-sangari úr Kvívík. Flestir føroyingar kenna navnið Magni Christiansen. Hesin cowboy'arin hevur nú í mong ár verið sera væl dámdur millum føroyingar. Magni hevur útgivið fimm fløgur, og hava hesar eisini verið sera væl móttiknar. Men tað heilt serliga við seinastu útgávuni, er at hon er upptikin í countryheimstaðnum Nashville, Tennessee saman við contrytónleikarum í USA. Og sjálvt um tað eru verðsligir menn sum Shakin Stevens og Alan Jackson sum eru tónleikaligar fyrimyndir hjá Magna, letur hann tað ikki verða nakar ivi um hvør er størsta fyrimynd hansara, nevniliga Jesus, og eru sangir hansara flest eisini um hendan mannin sum broytti lív hansara. Hann hevur eisini umsett nógvar sangir og sálmar til føroyskt. Tjaldur (hondbóltsfelag). Hondbóltsfelagið Tjaldur er eitt hondbóltsfelag í Runavík, sum varð endurstovnað 29. oktober 1998. Tjaldur spælir í bestu deildunum hjá monnum og kvinnum. Besta kvinnuliðið hjá Tjaldri gjørdist steypavinnarar í 2011. Í landskappingini í Sunsetdeildini vunnu tær bronsu í 2011. Søga. Hondbóltsfelagið Tjaldur var stovnað í 1957. Liðið var tá ein deild hjá NSÍ, og byrjaði í landskappingini longu sama ár. Stigtakarar til nýggja liðið vóru Niklas Folbo og Ib Hauritz. Ib var av Tvøroyri men flutti til Runavíkar at starvast sum bakari. Millum leikarar á fyrsta liðinum vóru teir báðir Niklas og Ib, Klæmint úr Lamba, og Hans á Bakka sum málmaður. Ikki gekk væl fyrstu tíðina og minnist Niklas at teir taptu allar dystirnar, og harímillum heili 8-1 fyri Stjørnuni í Klaksvík. Hondbólturin varð spældur á Sandinum. Eitt øki, sum var brúkt at hagreiða sild og goyma sildatunnur í sildatíðini, sum byrjaði fyrst í august mánað, tá sildin tók seg upp norðanfyri. Sandurin var tøkur hjáliðnumm um ólavsøkutíð at spæla hondbólt á. Vøllurin var grúsvøllur, og har kálkaðu teir hondbóltsmátini í sandin. Fyrsta ítróttarhøllin kom í Klaksvík í 1968, og næsta høllin kom í Havn á heysti 1970. Soleiðis broyttist hondbólturin frá at vera uttanduraítróttur til innanduraítróttur, og so við og við fánaði virksemið hjá Tjaldri. Men fyrst í 1980-árunum bragdaði aftur, tá høllin á Skála kom í 1980 og høllin í Runavík tikin í nýtslu í 1983. Áðrenn høllin í Runavík kom, var vant í fimleikahøllini, men tá høllin á Skála kom, keypti felagið buss so koyrast kundi inn á Skála at venja hondbólt. Væl gekk, og vunnu NSÍ dreingir, sum liðið tá æt, FM-heitið í 1982 og 1985, og dreingir 10 ár hjá NSÍ vunnu FM-heitið í 1986. Fleiri úr hesum árgangum vuksu upp at spæla í bestu mansdeilidini. Har ímillum kunna nevnast Sverri Justinussen, Trygvi Mortensen, Jens Martin Knudsen og Andrias Jacobsen. Í eina tíð hevði Tjaldur bæði mans- og kvinnulið í bestu deildini, men árgangirnir minkaðu tá spælarir fóru av landinum og soleiðis fánaði felagið. Tjaldur dreingir 10 ár vunnu tó FM-heitið í 2008 og 2011. Besta kvinnuliðið vann FM-heitið í 2009 og steypakappingina í 2011, men tíverri fánaði virksemið enn einaferð. Í september 2012 boðaði VÍF frá at felagið hevði gjørt eina samstarvsavtalu við Tjaldur. Avtalan bar við sær at bestu og næstbestu kvinnulið felagana løgdu saman. Nýggja felagsliðið fekk navnið VÍF/Tjaldur. 17. juni 2013 boðaði Tjaldur tó frá at liðið hevði sagt upp samstarvinum. Nevndin metti at tað vóru ov nógvir spælarar, ið ikki fingu at at spæla, og valdi tí at fara egnar leiðir. Samstundis varð boðað frá einum samstarvi ímillum Tjaldur og STÍF. Tann 5. oktober í 2013 boðaði nevndin í Hondbóltsfelagnum Tjaldri frá, at at tey løgdu frá sær, soleiðis at felagið var niðurlagt og at alt virksemi helt uppat. Hendan avgerð varð tikin vegna hølistrupulleikar hjá felagnum, í sambandi við at nýggj fimleikahøll var bygd í Runavíkar kommunu. Virksemið var tikið uppaftur tá Fimleikahøllin Bylgjan var tikin í nýtslu. Í 2015 greiddi Johnny Lamhauge, nevndarlimur soleiðis frá: – Tjaldur hevur áður ikki havt so nógvar ungdómar, sum júst nú. Spælarar koma líka úr Fuglafirði at spæla hondbólt við Tjaldri. Eg kann nevna, at í U8 ár deildini hava vit tvey lið, dreingir/gentur 10 ár trý gentulið og fýra dreingjalið, dreingir/gentur 12 ár tvey dreingjalið og eitt gentulið, dreingir/gentur 14 ár tvey dreingjalið og eitt gentulið. Dreingir/gentur 16 ár høvdu vit eitt dreingjalið og eitt gentulið, men genturnar eru byrjaðar so seint at spæla hondbólt, at tær stóðu seg ikki ímóti hinum liðunum, og munurin gjørdist alt ov stórur. Tí góvust tær í kappingarárinum. Ein B-deild átti at verið í gentum 16 ár. Í vetur hava 2. deild menn og 1. deild kvinnur spælt í landskappingini, og næsta kappingarár manna vit eitt 1. deildarlið við monnum. Jú vit eru væl nøgd, at so nógv ungfólk vilja spæla hondbólt í Tjaldri. Trupulleikin hjá okkum er at fáa nóg nógvar venjarar at venja tey ungu. Tjaldur hevur góðar hondbóltsumstøður í nýumvældu høllini, har vit hava tjúgu venjingartímar um vikuna. Vit kundu ynskt okkum nakrar venjingartímar aftrat, sigur Johnny at enda. Bowling. Bowling er ein sportur, ið eisini kann gerast í Føroyum. Vit hava t.d bowling høllina á Hálsi. Holocaustdagur. Holocaustdagur er 27. januar. Undir Seinna heimsbardaga vórðu 6 milliónir jødar týndir, umframt at fólk frá øðrum minnilutabólkum eisini vórðu týnd. Fyri at minnast hendan sorgarleik er ásettur ein altjóða dagur til minnis um Holocaust. Tann 27. januar 1945 kom Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum til týningarleguna í Auschwitz og setti jødarnar har í frælsi. Tí var tann 27. januar valdur at vera minningardagur á hvørjum ári. Jason Aldean. Jason Aldine Williams (f. 28. februar 1977 í Macon, Georgia) er ein amerikanskur country-tónleikari úr Georgia. Hansara mest kendu sangir eru "My Kinda Party", "She's Country", "Big Green Tractor", "The Truth" og "Hicktown". Hann býr í Nashville, Tennessee saman við konuni Jessica, og saman eiga tey dóttrina Keeley (f. í 2003). Hópskjóting á festivali í Las Vegas 2017. Hin 1. oktober 2017 var Aldean júst byrjaður at syngja "When She Says Baby" á Route 91 Harvest Festivalinum í Las Vegas, tá ein vápnaður maður byrjaði at skjóta inn í hópin á 22.000 fólk, ið vóru á festivalinum. Maðurin var staddur á 32. hædd á Mandalay Bay Resort & Casino. Jason Aldean flýddi av pallinum og varð ikki særdur, men í minsta lagi 58 fólk vórðu dripin og meira enn fimm hundrað vóru særd. Hendingin varð tann, ið hevði kravt flest mannalív í nýggjari amerikanskari søgu. Aldean skrivaði seinni á Instagram, at hann og hansara bólkur høvdu tað gott, men at tey vóru sera sorgarbundin um tey mongu, ið vóru komin har fyri at hava tað stuttligt, men í staðin mistu lívið á festivalinum. Amerikanskt enskt mál. Amerikanskt enskt (á enskum: "American English") er eitt málføri av enskum, ið verður tosað í USA. Tro, håb og trolddom. Tro, håb og trolddom ("trúgv, vón og gandur") er ein danskur filmur frá 1960 ið varð innspældur í Føroyum. Subway. Subway, sum serliga fæst við at selja smurd langabreyð ("subs" sum stytting fyri "submarine sandwiches"), er ikki skrásett á nøkrum børsi, og talsmaðurin fyri felagið, Les Winograd, vísir til hetta sum eina av grundunum til góðu gongdina seinastu árini. Fyritøkan hevur valt ikki at skráseta seg á børsinum, tí at hetta loyvir teimum at halda fokus á vøruna, dygdina, sølustøðini og ikki alt hitt roksið, sum stendst av børsskráseting so sum fíggjarrapportir og annað, sigur Winograd. Í 2010 er Subway farið framvið McDonald's sum heimsins størsta innan skundverðar, um mált verður í tali á sølustøðum. 1. januar í 2010 vóru 33 749 Subway sølur at finna kring heimin, meðan talið á McDonald's sølustøðum var 32 737. Sostatt er Subway farið framvið McDonald's einaferð í 2010, boðar tíðindastovan AFP frá. Subway hevur høvuðsskrivstovu sína í Milford í Connecticut, USA. Sex and the City. Sex and the City er ein amerikanskur filmur frá 2008 ið varð innspældur í New York City. Filmsliga útgávan av Sex and the City hevur fingið bæði rís og rós eftir heimspremieruna á Leicester Square í London 12. mai 2008. Kollektiónin inniheldur ymiskt, sum minnir bæði um Carrie, Charlotte, Miranda og Samantha og stíl teirra í væl umtóktu sjónvarpsrøðini. M.a. er ein svartur pailletkjóli, ein reyður A-formaður kjóli við prikkum, ein høgur svartur niðurdeilur, ein paillet-blazari og eitt catsuit. Søga. Filmurin tekur um endan, har sum væl umtókta sjónvarpsrøðin slepti fyri fýra árum síðan. Steikin Carrie Bradshaw (Sarah Jessica Parker) og hennara vinkonur Samantha Jones (Kim Cattrall), Miranda Hobbes (Cynthia Nixon) og Charlotte York Goldenblatt (Kristin Davis) sum allar búgva í New York City í New York, USA vita alt um móta, matstovur og hvat er inn beint nú, men við kærleikanum gongst ikki so væl. Carrie er kortini saman við stóra kærleikanum John James "Mr. Big" Preston (Chris Noth), og tey eru farin at reika fyri brúdleypi. Hon stákast óført saman við vinkonunum, men knappliga má Carrie sanna, at tað veruliga lívið ikki er sum eitt ævintýr. Tangled. "Tangled" ("Fløkt"; danskt heiti: "To på flugt - Et hårrejsende eventyr") er ein amerikanskur familju teldugjørdur teknifilmur frá 2010. Hann hevur danska talu, og nógvur tónleikur og sangur er í honum. Aldursmarkið er frá 7 ár og eldri. Filmurin varar 1 tíma og 40 minuttir. Film­urin kostaði 260 milliónir amerikanskir dollarar (1,35 milliardir krónur) at gera. Søgugongd. Langt inni í einum skógi, er tann vakra og ljóshærda prinsessan Rapunzel goymd í einum høgum torni. Øll vilja hava fatur á henni, av tí at hár hennara er gandað. Tá ið Rapunzel var lítil, stjól ein ónd kona hana og goymdi hana burtur fyri at hava gandamegina fyri seg sjálva. Foreldrini hildu á við at leita eftir henni, men til fánýtis. Ein dagin rýmur tjóvurin, Flynn Rider, undan vaktarum og finnur av óvart tornið við goymdu Rapunzel. Hon leingist innarliga eftir frælsi og at sleppa at síggja heimin, sum hon ongantíð hevur upplivað. Flynn hevur ógvuliga nógvar fíggindar, men tey gera eina avtalu, og saman fara tey gjøgnum nógv spennandi og stuttligt. Rapunzel møtir nógvum nýggjum og spennandi fólkum, og tey gerast vinir hennara. Nógv av teimum eru tjóvar og ógvuliga vandamiklir, men Rapunzel fær tað besta úr teimum. Hannah Montana. Hannah Montana var ein sera væl umtókt sjónvarpsrøð, ið varð send frá 24. mars 2006 - 16. januar 2011 í USA. Fríggjadagin 12. november 2011 var síðsti parturin av heimskendu sjónvarpsrøðini vístur á Disney Channel. Sjónvarpsrøðin um vanligu gentuna Miley Stewart, sum livir eitt dupult lív, sum poppstjørnan, Hannah Montana, er nú endað eftir 95 partar og filmin (2009). Sjónvarpsrøðin hjá Disney Channel gjørdist beinavegin væl umtókt. Átjan ára gamla Miley Cyrus hevur í næstan 4 ár leikt høvuðsleiklutin í kendu sjónvarpsrøðini saman við pápanum, Billy Ray Cyrus sum eisini leikar pápi hennara. Sjónvarpsrøðin minnir nógv um veruliga lívið hjá filmsstjørnuni og sangarinnuni Miley Cyrus, og hon hevur sjálv sagt, at tað ikki rættiliga er sjónleikur, tá hon leikar Miley Stewart. Allar tríggjar genturnar Miley Cyrus, Miley Stewart og Hannah Montana er vorðnar heimskendar og hava havt konsertir um allan heimin. Í fyrstuni var tað mest Hannah Montana, fólk vildu hoyra, men tá Miley Cyrus er blivin vaksnari og vil sjálv royna seg sum sangarinnu, vilja flest fólk hoyra hana syngja. Hon hevur eisini spælt í filminum The Last Song. Søga. Sjónvarpsrøðin, Hannah Montana, snýr seg um gentuna Miley Stewart, sum flytir frá Tennessee til Malibu í Kalifornia fyri at royna seg sum sangara. Hon elskar tónleikin og at syngja, men vil kortini ikki hava, at fólk kenna hana úti á gøtuni, og at hon verður viðfarin øðrvísi bara tí, at hon er kend. So hon livir eitt dupult lív, har hon fær tað besta úr tveimum heimum. Í tí eina er hon tann vanliga Miley Stewart og í hinum, er hon heimskenda poppstjørnan, Hannah Montana, sum er fyrimyndin hjá næstan øllum tannáringagentum í USA. Tað ljóðar lætt at liva hetta luksus lívið, men so er ikki. Miley er alla tíðina noydd at lúgva fyri fólki, hon elskar, fyri at tey skulu finna útav, hvør hon er. So nógv sum er gott við at vera Hannah Montana er eisini ringt, so Miley Stewart sær ofta onga aðra loysn enn at siga við heimin, hvør hon ordiligt er. Kortini kemur hon aldri so langt og fær altíð reddað poppstjørnuni. Hesu ferð gongur tað kortini ikki. Miley Stewart og Hannah Montana hava fingið ein sjek, sum tær eru ordiliga forelskaðar í, og hann verður hataður av øllum Hannah Montana-fjepparum, tí tey vita ikki av, at Miley og Hannah eru ein og tann sama gentan. Eisini verður Lily, besta vinkonan hjá Miley Stewart noydd til at uppgeva skúlan, sum hon hevur droymt um at sloppið á alt lívið, tí at Miley ikki slapp inná orsakað av hennara dupult lívið sum Hannah Montana. Miley Stewart sær nú, hvussu nógv Hannah Montana sárar hennara vinfólk og sær ongan annan útveg. Drogheda. Drogheda [:drå'hida:] (írskt Droichead Átha, "brúgvin um vaðið") er ein býur ið liggur við ánna Boyne í Co. Louth á eysturstrond Írlands, 45 km norðan fyri Dublin. Áin Boyne er mark til Co. Meath, og sostatt liggur sunnasti parturin av Drogheda, sunnan fyri ánna í Co. Meath. Ítróttur. Fótbóltsliðið í býnum, Drogheda United gjørdist írskur meistari í (Premier Division) fótbólti í 2007. Amerikanska Kollveltingin. Hin Amerikanska Kollveltingin, ið vardi frá 1765 til 1783, rakk hæddarpunktinum, tá amerikumenn tóku sær rætt til at siga upp trúskap sín til bretska kongahúsið. Umboðsmenn fyri øll trettan hjálondini ("Second Continental Congress") samtyktu amerikansku frælsisyvirlýsingina í Philadelphia tann 4. juli 1776. Í seinnu helvt av 1700-talinum tók ein tjóðskaparrørsla seg upp í øllum Vesturheiminum. Ónøgd niðursetufólk. Byrjanin til ta amerikonsku sjálvstýristilgongdina skal síggjast í ljósinum av, at bretar mettu, at tað var neyðugt at skatta koloniirnar fyri at kunna fíggja umsitingina av teimum. Bretska krúnan legði eina røð av skattum á koloniirnar, men mótstøðan var hørð og umfatandi. "The East India Company" fekk einarætt frá bretsku stjórnini at flyta te úr Kina beinleiðis til síni umboð í USA, og hetta førdi við sær, at niðursetuhandilsmenninir ikki fingu lut í hesum lønandi handli. Tann 16. desember í 1773 skipaðu nøkur niðursetufólk fyri sokallaðu Boston Tea Party sum eitt mótmæli ímóti bretsku atferðini. Hetta gjørdist byrjanin til harða stríðið millum niðursetufólkið og bretsku ta stjórnina. Bretar kravdu frið og landaskil, men amerikumenn kravdu frælsi. Byrjan av frælsiskrígnum og Frælsisyvirlýsingin. Í september í 1774 varð stevna hildin í Philadelphia í Pennsylvania, sum nevndist "First Continental Congress". Allar koloniirnar uttan Georgia sendu umboð til stevnuna. Endamálið við stevnuni var at bøta um sambandið við ta ensku stjórnina, men hetta eydnaðist ikki, og í apríl mánaði í 1775 vóru niðursetufólk í Massachusetts í bardaga við bretar við Concord og Lexington. Frælsiskríggið brast á. Stríðið spjaddist og uppreistur var veruleiki, og krav um fullveldi varð endaliga orðað 4. juli í 1776 í tiltiknu Frælsisyvirlýsingini, ið staðfesti natúrrættindi hjá mannaættini og fullveldið hjá teimum amerikonsku statunum. Thomas Jefferson orðaði yvirlýsingina, sum í stóran mun er grundað á tey politisku ástøðini hjá enska heimspekinginum John Locke. Frælsiskríggið vardi longri enn væntað. Tað byrjaði 19. apríl í 1775, tá ið niðursetumenn og bretsk herlið brustu saman við Lexington og kríggið endaði 19. oktober 1781, tá ið Chares Cornwallis við heri sínum gav seg yvir í Yorktown, Virginia. Bretar, sum eisini vóru í kríggi við fleiri evropisk lond, máttu lúta fyri frælsishugaðu niðursetufólkunum. Í 1783 viðurkendi Stóra Bretland fullveldið hjá teimum 13 koloniunum. Samgongusáttmálin. Meginlandsstevnan (enskt: Continental Congress), sum var sett saman av umboðum frá øllum statum, viðurkendi í november í 1777 "Articles of Confederation", ið komu í gildi í mars 1781 eftir at statirnir høvdu góðtikið skjalið. Samgongusáttmálin ásetti sambandið millum einstøku statirnar og nýggju meginstjórnina. Sáttmálin staðfesti, at statirnir vóru sjálvstøðugir og at meginstjórnin einans var ein miðil hjá statunum at ráða og stýra í samstarvi (sokallað "konfederatión"). Óttin fyri eini sterkari meginstjórn, eins og tann bretska, er endurspeglaður í samgongusáttmálanum. Alt valdið var hjá kongressini, sum var sett saman av umboðum frá statunum. Tann nýggi sáttmálin og tann nýggja stjórnin hóvdu sínar veikleikar. Eingin forseti var, einki tjóðardómsvald var, og kongressin hevði ikki rætt at áleggja skatt, men noyddist at biðja um pening frá statunum. Tingið hevði heldur ikki rætt at stýra handli. Tað var næstan ómøguligt at bøta um veikleikarnar, tí broytingar kundu einans fremjast, um allir trettan statirnir atkvøddu fyri broytingunum. Tørvur á eini nýggjari skipan. Krøv um broytingar var úrslit av eini maktarleysari meginstjórn og búskaparkreppu í 1780-árunum. Fleiri politiskir leiðarar mettu, at trupulleikarnir í 1780-árunum vóru úrslit av veikleikunum í samgongusáttmálanum, serliga vantandi evnini hjá meginstjórnini av fáa skil í lag í fleiri statum. Sambært James Madison (16. mars 1751 – 28. juni 1836), sum av fleiri verður mettur at vera faðir at teirri amerikonsku stjórnarskipanini, og øðrum var loysnin at seta eina nýggja meginstjórn á stovn og at smíða eina nýggja stjórnarskipan. Hann metti, at neyðugt var at seta á stovn eina sterka samveldisstjórn, men hann bar ótta fyri, at ein sterk samveldisstjórn kundi misnýta valdið og fremja ágang ímóti borgarunum. Tí var neyðugt, í teirri nýggju skipanini, at tryggja, at valdið ikki varð miðsavnað. Fyri at forða fyri valdsmiðsavnan og valdsmisnýtslu, skuldi tann politiska skipanin býtast í tríggjar partar - tað lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið. Eitt slíkt valdsbýti var alneyðugt sambært James Madison. Stjórnarskipanarstevnan. Í 1786 bjóðaði Virginia statunum til stevnu í Annapolis, Maryland fyri at endurskoða og betra um handilsviðtøkur. Umboð frá einans fimm statum møttu upp. James Madison og Alexander Hamilton vóru millum umboðini. Seinni høvdu hesir avgerandi ávirkan á stjórnarskipanarsmíðið. Stevnan samtykti at kalla saman til stevnu árið eftir í Philadelphia, Pennsylvania. Tólv av trettan statum møttu upp í mai mánaði í 1787. Nógv vitborið fólk var savnað. Nógvir høvdu høga útbúgving og fleiri dugdu væl latín og grikskt. Stevnan varð hildin, fyri afturlatnum hurðum, frá mai til september. Høgt virdu leiðararnir Benjamin Franklin og George Washington tóku lut í stevnuni, og var George Washington einmælt valdur til stevnuforseta, men veruliga leiðslan kom frá einum lítlum bólki av ídnum tjóðskaparmonnum - Alexander Hamilton frá New York, James Madison frá Virginia og James Wilson frá Pennsylvania. The Great Compromise. Ta fyrstu vikuna legði Edmund Randolph frá Virginia uppskot fram, sum James Madison hevði tilevnað, við broytingum, sum kundu koma ístaðin fyri ta veiku samgonguna av statum og seta á stovn eina dygdargóða meginstjórn heldur enn at endurskoða samgongusáttmálan (enskt upprunaheiti: "Articles of Confederation"). Umboðini vóru samd um at skifta orð um uppskotið, ið nevnist Virginia-ætlanin. Endamálið við ætlanini var at skapa eina sterka meginstjórn. Lóggávutingið skuldi hava vald at kolldøma statslógir. Nýggja stjórnarskipanin skuldi geva stjórnini størri myndugleika yvir statunum og fólkinum. Stjórnarvaldið skuldi býtast í tríggjar sjálvstøðugar deildir - lóggávudeild, útinnandi deild og dómsdeild. Teir smáu statirnir góðtóku ikki Virginia-ætlanina, tí teir bóru ótta fyri, at áhugamál teirra fóru ikki at verða røkt. Sambært Virginia-ætlanini átti umboðanin í lóggávutinginum at verða avgjørd av skattaupphæddini, sum bleiv rindað til meginstjórnina. William Paterson úr New Jersey legði fram, umboðandi smáu statirnar, eitt alternativt uppskot til tess at varðveita sterka leiklutin hjá statunum. Alternativið verður kallað New Jersey-ætlanin. Allir statir skuldu, sambært uppskotinum, hava somu umboðan í einum eittkamar tingi. Hetta uppskot fekk ikki undirtøku, men smáu statirnir høvdu tó nóg nógvan stuðul til tess at fáa í lag eina neyðloysn viðvíkjandi spurninginum um umboðan í lóggávutinginum. Ein nevnd varð vald til at loysa ósemjuna, og úrslitið gjørdist "The Great Compromise". Sambært hesum uppskoti skuldi umboðanin í umboðsmannatinginum verða grundað á fólkatalið í statunum, meðan umboðanin í senatinum var líka hjá øllum statunum, nevniliga tveir senatorar hvør. Nógvar aðrar ósemjur vóru, og fleiri aðrar neyðsemjur vóru gjørdar áðrenn stjórnarskipanaruppskotið varð latið úr hondum í september í 1787. Eftir at New Hampshire sum nýggjundi staturin góðkendi stjórnarskipanina, kom hon í gildi 4. mars í 1789. Orðaskiftið. Tá ið stjórnarskipanin varð latin statunum til góðkenningar, byrjaði eitt stórt alment orðaskifti. Tey, sum vóru ímóti stjórnarskipanini, nevndir antifederalistar, mettu, at nýggja stjórnarskipanin tók ov nógv vald frá einstøku statunum og gjørdi samveldisstjórnina alt ov sterka, so at persónliga frælsið, ið tey høvdu stríðst fyri, fór at koma í vanda. Til tess at koma hesum ákærunum til lívs, lovaðu federalistarnir, teir, sum stuðlaðu stjórnarskipanini, at staðfesta hesi frælsisrættindi eftir at nýggja stjórnarskipanin var staðfest. Úrslitið gjørdist tey fyrstu tíggju ískoytini til stjórnarskipanina, nevnd "Bill of Rights", og komu hesi í gildi 15. desember í 1791. Besta próvførslan fyri teirri amerikonsku stjórnarskipanini er savnað í "The Federalist Papers", ið var ein røð av greinum, sum vóru prentaðar í bløðum í New York frá oktober 1787. Greinarnar vórðu skrivaðar undir dulnevninum "Publius". Høvundarnir vóru Alexander Hamilton, James Madison og John Jay, sum høvdu havt stóra ávirkan í stjórnarskipanarsmíðinum og vóru ídnir talsmenn fyri teirri nýggju stjórnarskipanini. "The Federalist Papers" vísir ikki bara, hvussu stjórnarskipanarsmiðirnir fataðu skipanina, tá ið teir skrivaðu hana, men eisini hvussu fólkið í USA fataði nýggju grundleggjandi lógina, tá ið tey góðkendu hana. Ávirkan av teirri amerikonsku stjórnarskipanini. Teir amerikonsku stjórnarskipanarsmiðirnir evnaðu til eina skipan, sum var eitt gjøgnumbrot í áhaldandi stríðnum fyri frælsi. Tann amerikanska stjórnarskipanin hevur havt stóra ávirkan á sera nógvar stjórnarskipanir kring heimin. Eyðsæð er, at einki land merkti avleiðingarnar av kollveltingini so beinleiðis sum Frakland gjørdi. Nógvir heryvirmenn tæntu í USA um tað mundið og fingu íblástur frá hertænastuni. Nevnast kann tann ungi Marquis de Lafayette, vinur Washingtons, sum, eftir at hava stríðst í USA, kom heim til Fraklands við einum ynski um frælsi og eini republikanskari sannføring. Hann var ein av teimum, ið stríddist fyri frælsi og javnrættindum í Fraklandi. Í 1789 varð Mannarættindayvirlýsingin samtykt í Fraklandi, og staðfesti hon politisk og borgarlig rættindi. Í september í 1791 fekk Frakland, eftir eina ógvusliga kollvelting, sína egnu stjórnarskipan, sum m.a. avmarkaði valdið hjá kongi. Thomas Jefferson rættaði eina kladdu av fronsku Mannarættindayvirlýsingini frá 1789, sum verður mett at vera eitt av teimum týdningamiklastu mannarættindaskjølum, sum eru skrivað. Hetta er bert eitt av fleiri dømum um ta amerikonsku ávirkanina á franska stjórnarskipanarsmíðið. Tann amerikanska stjórnarskipanin gav ikki bara íblástur til onnur lond um tað mundið, tá ið skipanin varð sett á stovn. Í meira enn tvær øldir hevur tann amerikanksa stjórnarskipanin ávirkað og givið íblástur til stjórnarskipanir í óteljandi londum. Jantulógin. Jantulógin (Danskt og Norskt: "Janteloven"; Svenskt: "Jantelagen"; Finskt: "Janten laki") er eitt mynstur í skandinaviskum londum, ið lýsir atburðin frá bólkum mótvegis einstaklingum, tá samfelagið fordømir eydnustremban og úrslit sum virðisleyst og ódámligt. Danski-norski rithøvundin Aksel Sandemose lýsti í skaldsøguni "En flyktning krysser sitt spor", 1933, Jantulógina sum eitt reglusett. Skaldsøgan er ein lýsing av lítla danska býnum Jante (sum minnir um Nykøbing Mors, har Sandemose sjálvur vaks upp), har øll kenna øll. Í norðurlondum er vanligt at vísa á Jantulógina í samfelagsfrøðiligum høpi, sum eitt hugtak, ið lýsir ringan hugburð mótvegis bæði einstaklingagerð og stremban eftir eydnu. Hugtakið vísur á eina snævurskygda og øvundsjúka mentan, sum noktar at viðurkenna einstaklingin og sum hevur samfelagið í brennideplinum, meðan øll tey, sum arbeiða fyri seg sjálvi, verða revsaði. Hugtakið verður í summum førum brúkt av einstaklingum, sum føla, at teir ikki fáa æruna fyri teirra brøgd, ella fyri at vísa á, at ein annar persónur er ov kritiskur. Definitión. Tað eru tíggju ymiskar reglur í lógini, sum er skrivað av Sandemose. Tær byggja allar uppá sama tema og verða tí eisini ofta viðgjørdar sum ein einstøk lóg: "Tú skalt ikki halda, at tú ert nakað serligt ella at tú ert betri enn vit." 11. Tú skalt ikki halda, at tað er okkurt, vit ikki vita um teg. Í bókini verða jantarnir, ið ikki liva eftir hesi óskrivaðu 'lóg', illtonktir við fíggindaeygum, tí at tað gongur ímóti felags áhugamálunum í býnum, sum eru at varðveita sosialu javnvágina og ituhjsiðalæruna. Hans Thomsen hevur týtt bókina hjá Aksel Sandemose til føroyskt. Hon hevur heitið, Aftur á slóðina. Lógin, ið her er endurgivin á føroyskum, er ikki samsvarandi týðing hansara. Gary Tyler. Gary Tyler (f. juli í 1958) hevur verið fongslaður í Louisiana, síðani hann var 17-ára gamal. Rættarmál hansara var órættvíst og merkt av rasistiskum fordómum. Í 1975 varð hann dømdur til deyða fyri drápið á Timothy Weber, ein 13-ára gamal hvítan skúladrong, sum varð skotin uttan fyri skúla sín í sambandi við rasuófrið. Gary Tyler var í einum bussi saman við øðrum afroamerikansum lesandi, tá tey vórðu álopin av einum bólki av hvítum, sum tveittu grót og fløskur. Tað varð sagt, at skotið kom frá bussinum. Ein genta greiddi frá, at hon hevði sitið við síðuna av Gary Tyler í bussinum, og at hon hevði sæð hann skjóta við eini byrsu inn millum fólkini. Eftir hetta fann løgreglan skammbyrsuna goymda í einum skurði í setrinum. Hetta setrið og restin av bussinum vóru framman undan blivin gjølliga kannað, uttan at nakað varð funnið. Tá hetta hendi, var nógvur spenningur millum ymisku ættarbólkarnar. Tey hvítu á staðnum royndu at seta seg ímóti, at m.a. afroamerikanarar vórðu integreraðir. Tað eru týðilig tekin um, at Gary Tyler varð illa bukaður undir avhoyringini á løgreglustøðini. Hann varð settur fyri ein dómstól, har allir nevningarnir vóru hvítir, og har øll tey svørtu, sum búðu á økinum, við vilja vórðu útilokað. Hann var sera illa umboðaður av einum hvítum sakførara. Aftaná rættarmálið eru prógv komin fram, sum vísa á, at Gary Tyler ikki skeyt offrið. Vitni, sum áður hava vitnað ímóti honum – herímillum gentan, sum sat við síðuna av honum – hava sagt, at løgreglan noyddi tey at geva frágreiðing. Upprunaliga deyðarevsingin móti honum varð sett til síðis í 1977. Hægstirættur í Amerika segði, at deyðarevsingin var ímóti amerikansku grundlógini, og dómurin varð broyttur til lívlangt fongsul. Um hetta ikki var hent, hevði Gary Tyler mest sannlíkt verið avrættaður. Guantánamo. Guantánamo er fangalegur á Kuba. Guantánamoflógvin hevur serligan leiklut og verður stýrdur av amerikonsku verjuni. Í 2009 lovaði amerikanski forsetin Barack Obama at lata Guantánamo-fangaleguna aftur. Í 2011 boðaði forsetin frá, at hann nú tvørturímóti ætlar at fáa sett í gildi eina skipan, sum ger tað møguligt at hava fangar sitandi í Guantánamo í óavmarkaða tíð. Samstundis hevur amerikanka stjórnin boðað frá, at hon fer at seta fleiri hernðardómstólar - eisini á Guantánamo. Amerikanska fólkið er ósamt í spurninginum, hvørt Guantánamo-fangalegan eigur at latast aftur. Meðan summi finnast at viðurskiftunum, eru onnur, ið stúra fyri, hvar fangarnir so skulu sita. Talan er um fangar, ið verða roknaðir sum hóttan ímóti USA og altjóða trygd, men sum ikki kunnu dømast orsakað av vantandi próvgrundum ella av ófullfíggjaðum avhoyringum. Tað var aftaná terrorálopið í New York 11. september 2001, at táverandi forsetin George W. Bush gav loyvi til, at Guantanamo Bay varð brúktur til millum annað at avhoyra fólk, ið vóru undir illgruna fyri at vera partur av al-Qaeda, og at varðhaldsfongsla tey. Tá Barack Obama tók yvir fyri Bush var talið av fangum í Guantanamo Bay uml. 220. Kjøt. Her síggjast ymiskt sløg av kjøti Tvøst er vanligt at eta í Føroyum, tó er tað minni vanligt nú enn fyrr, eitt nú orsakað av dálking Skerpikjøt er turkað seyðakjøt, sum er vanligt at eta í Føroyum Tað, vit nevna kjøt, er vøddar, feitt, bein, brósk og æðrar. Vøddarnir eru gjørdir úr vøddatægrum. Bindivevnaður bindur tægrarnar saman í bundi og bundini saman í tann stóra vøddan. Vøddarnir eru so festir at beinunum við sinum. Kjøtið av ungum dýrum er vanliga ljósari reytt enn kjøtið av eldri dýrum. Kjøtið av ungum dýrum hevur minni bindivevnað enn kjøtið av eldri dýrum. Tað merkir, at kjøtið av eldri dýrum er seigari. Mesti bindivevnaðurin er í teimum vøddunum, ið verða mest nýttir, t.d. í bógvunum. Í lundunum er næstan eingin bindivevnaður. Kjøtið av eldri dýrum er vanliga feitari enn kjøtið av ungum dýrum. Nýflett kjøt er hart og seigt. Skal kjøtið gerast moyrt og gott, skal tað hanga eina tíð, áðrenn tað verður havt til matna. Vit siga, at kjøtið "búnast". Neytakjøt skal hanga ikki styttri enn 14 dagar í kuldarúmi. Hongur kjøtið ikki í kuldarúmi, men í hjalli, skal tað ikki hanga so leingi. Seyðakjøt og svínakjøt nýtist ikki at hanga longur enn í ein dag. Kjøtið, vit eta mest av í Føroyum, er seyðakjøt og neytakjøt, men vit eta eisini nokk so nógv av svínakjøti, sum verður innflutt. Sjálvt um vit hava nógvan seyð í Føroyum, so verður seyðakjøt eisini innflutt úr Íslandi og Ný Sælandi. Vit eta eisini høsnarunga, dunnu og kalkun. Dunna og kalkun er tó ikki so vanligt sum høsnarungi. Føroyingar eta eisini kjøt av villum djórum og fuglum. Eitt nú eta vit tvøst av grindahvali, tað er ikki vanligt í flestu øðrum londum, og nógv fólk, serliga úr øðrum londum, hava ringt við at skilja, at nakar kann finna uppá at drepa grindahvalir. Aðrastaðni eta tey eisini rossakjøt, men tað er ikki vanligt í Føroyum, tó hevur tað verið nokk so vanligt í summum bygdum fyrr í tíðini, tá tey høvdu arbeiðshestar, t.d. í Hvalba, har tey brúktu ross til arbeiði við koli. Fleiri sløg av bjargafugli eru eisini vanligir at eta í Føroyum, t.d. havhestur, lomvigi og lundi. Kjøt av haru verður eisini etið í Føroyum, tá harutíðin er, og menn veiða villa haru. Vegetarar og veganarar. Summi velja ikki at eta kjøt yvirhøvur, orsøkirnar kunnu vera sera ymiskar. Tey sum ikki eta kjøt, men eta aðrar úrdráttir frá djórum, t.d. egg, mjólk og mjólkaúrdráttir, verða nevnd vegetarar. Tey sum hvørki eta kjøt, egg ella mjólkaúrdráttir verða nevnd veganarar. Í Asia er heilt vanligt, at fólk eru antin vegetarar ella veganarar, í Føroyum er tað ikki so vanligt. Kjøt inniheldur protein, sum hava stóran týdning eitt nú fyri bygnaðin av vøddum. Um ein ikki etur kjøt, so er týdningarmikið at fáa eggjahvítaevnir frá øðrum mati, t.d. frá bønum ella frá soyaúrdráttum. Fólk sum velja at gerast vegetarar ella veganarar eru oftast væl vitandi um týdningin av proteinum og fáa hesi á aðrar mátar. Salmonella. Kjøt er sunnur matur, um tað er nóg reint og ikki dálkað ella hevur fingið bakteriur. Nevnast kann, at eitt nú høsnarungar ofta hava vandamiklu salmonellabakteriuna. Tí er reinføri sera týdningarmikið, tá fólk matgera. Tað hevur stóran týdning at handfara kjøt við varsemi og ikki blanda sevjuna av kjøtinum við t.d. salat. Bakteriurnar doyggja, tá kjøtið verður steikt ella kókað, men tað skal vera gjøgnumstokt. Heilsumyndugleikarnir hava javnan ávara og vegleitt fólk um, hvussu tey skulu handfara kjøt. Salmonella kann eisini vera í eggum, men eisini her verður bakterian dripin, um eggið verður steikt, kókað ella bakað í einari kaku t.d. Botulisma elvd av bakteriuni clostridium botulinum. Ein bakteria, sum er sera sjáldsom, men eisini sera vandamikil, er Clostridium botulinum, sum kann elva til botulismu. Henda bakteria kann koma í eitt nú skerpikjøt, um reinføri ikki er í lagið, tá ið seyðurin verður flettur. Bakterian krevur tó heilt serligar umstøður fyri at nørast. Hon krevur eitt umhvørvi uttan oxygen og við einum ávísum hita, t.d. stovuhita. Bakterian kann føra til, at fólk ið eta mat, ið er eitraður við Clostridium botulinum, fáa botulismu, sum kann vera deyðiligt. Í Føroyum eru nøkur fólk deyð av botulismu, men tað ganga nógv ár ímillum at tað hendir. Í 2007 vóru tveir sjúkutilburðir av botulismu, men fólkini gjørdust frísk aftur. Orsøkin til at fólkini gjørdist sjúk, var tann at tey høvdu etið skerpikjøt av seyði, sum var flettur á ikki løggildum stað, og sum ikki var hongdur út í hjallin at hanga beinanvegin. Í Føroyum er skerpikjøt vanligasta smittukeldan. Dálkingin við bakteriuni kann koma á kjøtið undir fletting, um ikki verður ansað nóg væl eftir. Bakterian finst í jørðini, og kann vera komin á ullina á seyðinum. Tí er umráðandi, at ullin er turr og ikki skitin, tá flett verður, og at amboð, sum hava verið í samband við ullina, ikki verða nýtt undir flettingini, ella verða gjørd rein áðrenn. Smittan kann eisini koma frá skarninum frá seyðinum, skarnið má ikki koma í samband við kjøtið. Fólk mugu vaska sær væl um hendurnar, um tey ætla sær at nerta við kjøtið á seyðinum, og tey mugu vaska sær serliga væl, um tey hava nert við ullina ella hava fingið skarn á hendurnar. Ráðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Landslæknanum eru m.a., at man skal hava reinføri í ordan undir slakti og harumframt at man ikki má lata kjøt liggja í afturlatnum posa ella ílati, har ongið oxygen sleppur til. Í november 2008 sendi Heilsufrøðiliga Starvsstovan út eina stutta vegleiðing, sum eitur: "Reinføri í samband við fletting". Tað eru Elspa Petersen og Ingibjørg Egholm, ið hava skrivað vegleiðingina. Í leiðbeiningini verður m.a. sagt, at "gott reinføri undir slátrinum, skjót køling av krovinum, góður støðugur luftstreymur og gott pláss í hjallinum minkar munandi um vandan fyri botulismueitran." Í Danmark og øðrum londum verður botulisma millum manna eisini nevnt pylsueitran (pølseforgiftning), hetta tí at tann mest vanliga smittukeldan í Danmark er pylsur. Tað er tó sera sjáldan, at fólk í Danmark doyggja av botulismu. Bakterian kann dálkað ymiskar matvørur, ikki bara kjøt, men eisini grønmeti. Bakterian framleiðir eiturevni, tá ið tær "røttu" umstøðurnar eru, bakteriurnar trívast best tá tað er ongið oxygen, nokk av vætu, ikki ov súrt (pH yvir 4,5) og ikki ov salt. Bakterian tolir ikki meir enn eini 10% av salti og í summum førum ikki meir enn 4,5% av salti. Bakterian tolir væl hita, men um maturin, sum er dálkaður av Clostridium botulinum, verður kókaður í minsta lagi 10 minuttir, so heldur bakterian uppat við at framleiða eiturevni. Sámal Johansen. Sámal Johansen (føddur í Haldórsvík 31. oktober 1899, deyður 11. mars 1991) var ein føroyskur lærari og rithøvundur. Dóttir hansara, Marita Petersen, gjørdist Føroya fyrsti kvinnuligi løgmaður. Lívsleið. Komin til mans var hann verkamaður, róði út og var til lands í Íslandi. Í 1920 fór hann niður á Askov háskúla og var á skúlanum tveir vetrar, hann kom so heim aftur, fór á Føroya læraraskúla í 1922 og tók prógv í 1926. Sama ár varð hann settur í starv við Vágs skúla, og hetta starvið røkti hann, til hann í 1967 fór frá vegna aldur og við eftirløn. Hann var limur í sóknarstýrinum í Vági 1935-50 og aftur 1963-66, fleiri ár sum sóknarstýrisformaður. Í 1972 flutti hann til Havnar og bleiv búgvandi har við familjuni. Longu í læraraskúlatíðini skrivaði hann søgur og yrkingar í Snarljósi, blaði læraranæminga, og nýklaktur lærari stjórnaði hann saman við floksfelaganum Samuel Jacob Sesanus Olsen, róptur Jacob Olsen, Barnablaðnum 1929. Tá Sámal hevði lagt lærarastarvið frá sær, fekk hann stundir at greiða til prentingar skrivligt tilfar, hann hevði havt liggjandi, og sigast má at hann hevur ríkað føroyskar yrkisbókmentir stórliga við teimum báðum bókunum "Á bygd fyrst í 20. øld", 1970, sum uttan at siga tað er ein Haldórsvíkar søga, og "Til lands", 1980, sum er um útróðurin, føroyingar tóku upp í Íslandi seinast í farnu øld. Umframt hesar nevndu bøkur hevur hann umframt týðaraverk greitt úr hondum»Føroya landalæru«til skúlabrúks 1963, søgusavnið»Heimbygdin og aðrar søgur«, 1972, og skaðasøguna hjá teimum trimum bygdunum Tjørnuvík, Haldórsvík og Langasandi 1818-1978. Maud Heinesen. Maud Heinesen fødd Brimheim, fødd 15. januar 1936 í Klaksvík, deyð 7. september 2005, var føroyskur rithøvundur. Hon vaks upp í Klaksvík, har hon gekk í barnaskúla og tók realprógv í 1952, fór so til Havnar og tók studentsprógv 1954. Í 1957 tók hon prógv sum 3-málsligur korrespondentur við Handilsháskúlan í Keypmannahavn, og í 1964 prógv til handilsfaklærara. Árini 1954-1955 arbeiddi hon sum læraravikarur í Klaksvík, seinni hevur hon undirvíst drúgt áramál á Føroya Handilsskúla og annars eisini arbeitt sum skrivstovukvinna í fleiri ár. Hon starvaðist í Føroya Landsstýri 1957-60, hjá Levi Lutzen 1962-63, hjá Landslæknanum 1963-74. Frá 1965 á Fróðskaparsetri Føroya, frá 1974 sum setursskrivari. Maud var gift við rithøvundanum Jens Paula Heinesen, sum var ein av virknastu rithøvundum í Føroyum. Maud gav út fyrstu bókina í 1974, tað var barnabókin "Marjun og tey", sum er týdd til íslendskt. Áðrenn tað hevði hon tó skrivað útvarpsleikin "Kvøldarleikur/ ella Hví var myrkt hjá Olevinu?", sum var lisin upp í útvarpinum í 1969. Útgávur. Harumframt komu fleiri søgur, sum Maud hevði skrivað, í Gluggan og Mín Jólabók. Heiður. Í 2001 fekk Maud Heinesen "Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs" fyri barnaskaldskap sín við grundgevingini: "Maud Heinesen hevur á løttum livandi máli skrivað søgur til stór og smá børn. Søgurnar eru viðkomandi og mynda tíðina, tær eru skrivaðar í." Jeffrei Henriksen. Jeffrei Henriksen (føddur 1. mai 1930 í Sørvági, deyður 27. november 2018 í Runavík) var føroyskur rithøvundur og lærari. Aftan á at hava gingið í barnaskúla í heimbygdini var hann ein vetur á Føroya Fólkaháskúla, áðrenn hann í 1946 fór á Føroya Læraraskúla, har hann tók prógv í 1950. Hann var lærari í Bø og Gásadali 1950-1955, á Eiði 1955-1960, í Tórshavnar Kommunuskúla 1960-1968, skúlastjóri á Venjingarskúlanum 1968-1981 og frá 1981 fastur lærari á Føroya Læraraskúla. Í 1958 byrjaði Jeffrei brævskúla í føroyskum, hann hevur verið við til at leggja til rættis føroysku lesibókarøðina og hevur sjálvur skrivað og greitt til prentingar: "Lesibók við avmarkaðum orðatilfari", 1959, "Fyrisagnir til 3. skúlaár", 1960, "Grundbók brævskúlans í føroyskum", 1961, "Mállæra til fólkaskúlan", 1963, "Lítil rættskrivingarorðalisti" 1964, "Føroysk rættskriving til 4. skúlaár" 1967, "Ljóðlæra", 1975, "Uppgávur í føroyskum til framhaldsskúlan I-II" 1980. Søgur. "Annars mest útgivið í Míni Jólabók." Sjúrður Joensen. Sjúrður Joensen er føddur við Gjógv 6. november 1913. Tá hann var liðugur við barnaskúlan, fór hann til skips og var fiskimaður í níggju ár, til hann fór á Læraraskúlan í Havn, har hann í 1942 tók prógv. Hann var fyrstu árini vikarur ymsastaðni í Norðuroyggjum, Eysturoynni og Streymoynni, settur lærari í Elduvík og Funningsfirði 1946-1963 og frá 1963 við Glyvra skúla. Hann hevur so av og á latið bløðum og jólabókum eina søgu. Í 1980 komu nakrar teirra í savninum "Mangt er", sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út. Martin Holm. Martin Holm varð føddur í Hvalba 18. desember 1909. Hann tók læraraprógv á Vordingborg Seminarium í 1933; hann sat í lærarastarvi ymsa staðni í Danmark, til hann í 1945 flutti heim aftur til Føroya, har hann fekk starv við Føroya millum- og realskúla í Havn. Í 1962 varð hann settur sum adjunktur við Føroya Læraraskúla og sum rektari við sama skúla frá 1. august 1965. Holm tók sum umboð fyri Fólkaflokkin lut í føroyskum politikki og var tingmaður tvey valskeið 1946-1954. Hann var formaður fyri Ítróttarsamband Føroya 1946-1962 og blaðstjóri á "Ítróttartíðindum" 1947-1961. Martin Holm doyði 26. september 1970 í flogvanlukkuni í Mykinesi. Tórður Jóansson. Tórður Jóansson, áður Tórður Debes Joensen, er føddur í Keypmannahavn 1. mai 1941. Hann gjørdist doktari í málfrøði á University of Aberdeen í 1997. Í 2012 gjørdist hann doktari í gudfrøði á University of Glasgow; ritgerð Brethren in the Faroes. Fimm ára gamal flutti hann við foreldrunum til Føroya og gekk í barnaskúla og framhaldsskúla í Havn. Tilkomin fór hann á Emdrupborg-læraraskúlan í Keypmannahavn, har hann tók prógv í 1964. Lærari á Tvøroyri 1964-1968 og á Venjingarskúlanum í Tórshavn frá 1968. Skúlaárið 1968-1969 var hann á ársskeiði í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, var 1970-1971 eitt lestraár í Moskva, og árini 1978-1981 las hann við lærda háskúlan í Glasgow í Skotlandi og tók prógv sum "Master of Arts". Í læraraskúlatíð síni í Keypmannahavn var hann við til at endurstovna ungmannafelagið Oyggjaframa og at geva út vinstrahalla tíðarritið "Framan", har hann eitt skifti var blaðstjóri. Hann var eisini eitt skifti blaðstjóri á "Tíðini", og av og á hevur hann arbeitt sum blaðmaður á "14. September". Føroyska arbeiðararørslan hevur havt hansara stóra áhuga, og í 1975 legði hann til rættis fimti ára minningarrit Føroya Arbeiðarafelags "Saman tí standið". Hann hevur eisini skrivað bóklingin "Lenin 100 ár", 1970, og í 1979 kom frá hansara hond greinasavnið "Okkurt um ymiskt", sum er eitt lítið úrval av tí, hann hevur skrivað til føroysk bløð tíðarskeiðið 1963-1978. Hervør Jákupsson. Hervør Jákupsson er fødd við Gjógv 14. desember 1944. Aftan á loknan barnaskúla fór hon á studentaskúla í Hoydølum, har hon tók prógv í 1965. Veturin 1965-1966 var hon á Askov háskúla, arbeiddi so fyrifallandi arbeiði, til hon fór á læraraskúla í Hjørring, har hon tók prógv í 1971. Fyrsta árið starvaðist hon í Danmark, flutti so heim til Føroya og fekk starv við Tórshavnar kommunuskúla 1972, frá 1976 hevur hon arbeitt við Hoyvíkar skúla. Hon hevur evnað til skrivitilfar til tríggjar teir fyrstu flokkar fólkaskúlans - "Sóljan", 1978, "Smæran", 1978. "Summardáin", 1972 og "Blákollan", 1976. Ludvig Petersen. Ludvig Petersen er føddur 20. februar 1918 í Sandavági. Komin til mans var hann trý ár fiskimaður, fór so á Føroya læraraskúla og tók prógv í 1942. Hann var vikarur á Viðareiði 1942-1943, lærari á Selatrað og Morskranesi 1944-1945 og í Bø og Gásadali 1945-1949. Árini 1946-1947 og 1947-1948 var hann ársskeið á Danmarks Lærerhøjskole. Lærari á Tvøroyri 1949-1951 og við Millum- og Realskúlan í Tórshavn, seinni Tórshavnar Kommunuskúla, 1951-1965, harav varaskúlastjóri seinasta skúlaárið. Frá 1. oktober í 1965 settur í starv sum landsskúlaráðgevi og frá 1. august 1979 landsskúlastjóri. Hesi síðstnevndu størv hava havt við sær, at hann hevur sitið sum limur, ofta nevndarformaður, í óteljandi nevndum, ið lagt hava til rættis broytingar innan føroyska skúlaverkið. Nevndarlimur hevur hann verið í Føroya Lærarafelag 1956-1966, harav formaður eina setu, og hann var blaðstjóri á Skúlablaðnum 1956-1967. Í 1963 gav hann út bygdarsøguna "Sandavágs søga", og hann var við í tí arbeiðsbólki, ið legði til rættis roknibókarøðina til 1-7. skúlaár 1965-1975. Danilo Türk. Danilo Türk (føddur 19. februar 1952 í Slovenia) var forseti í Slovenia frá desember 2007 og desember 2012. Hann er útbúgvin løgfrøðingur og hevur starvast sum diplomatur. Í 2014 starvaðist hann sum gesta professari í lóg á Columbia University í New York City. Hann var føddur í Maribor, pápin doyði tá hann var smádrongur. Í 1971 fór hann at lesa løgfrøði í Lærda Háskúlanum í Ljubljana. Hann skrivaði høvuðsuppgávuna um rættindi hjá minnilutum, hann tók prógv frá Lærda Háskúlanum í Beograd. Hann var ein av rithøvundunum handan kapitlið um mannarættindi í grundlógini hjá Slovenia í 1991. Frá 1992 to 2000 var hann umboð Slovenias í Sameindum Tjóðum. Frá 1998 til 99 var hann formaður fyri Trygdarráð ST. Í 2007 varð hann valdur til forseta í Slovenia og gjørdist hann triði forsetin í landinum. Dorete Bloch. Dorete Bloch Danielsen, vanliga nevnd Dorete Bloch (fødd 14. juni 1943 í Rungsted í Hørsholm, Danmark, deyð 28. februar 2015 í Tórshavn) var føroyskur/danskur professari í biologi, granskari og rithøvundur. Lívsleið. Dorete var gift við Ólávus Danielsen (1927-1997), sum var matrikulstjóri. Hon tók matematisk studentsprógv í juni 1962 frá Viborg Katedralskúla. Seinni læs hon á Aarhus Universitet har hon fekk Aarhus Univeristets gullmedalju í 1969. Dorete tók náttúruvísindaligt embætisprógv í djórafrøði, við serligum atliti at vistfrøði antarfuglanna, í januar 1970 frá universitetinum í Aarhus, Danmørk, og hevur eisini undirvíst har í tíðarskeiðnum 1970-1973. Hon hevur arbeitt á Vildtbiologisk Station í Kalø, 1970-1974 við harum. Hon tók pedagogikum í 1974, gjørdist lektari í lívfrøði frá 1. oktober 1974 á Fróðskaparsetri Føroya, adjungerað sum professari fra 2001. Hon tók prógv í føroyskum á Fróðskaparsetrinum í mai 1988. Dorete var ritstjóri fyri Fróðskaparrit frá desember 1993 til 2015. Fil.dr. við universitetið í Lund, Svøríki, 16. desember í 1994 í dýravistfrøði við grindahvalum sum evni. Hon var leiðari á dýradeildini á Føroya Náttúrugripasavni frá 1. oktober 1980 og stjóri av savninum frá 15. november 1995. Hon fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1999 fyri bókina "Villini súgdjór í útnorðri". Frida Zachariassen. Frida Zachariassen (fødd í Klaksvík 24. september 1912, deyð 1992) var ein føroysk listakvinna og rithøvundur. Ellivu ára gomul fór hon til Havnar at ganga í skúla og tók millumskúlaprógv har. Hon fór so niður til Danmarkar, var í húsplássi í seks ár, tók handilsskúlaprógv og gekk eisini á skeið í málningalist. Í sjey mánaðir var hon í Newcastle og lærdi seg enskt mál, var so í eitt ár í húsplássi í London, kom heim aftur stutt undan krígnum og fór so at arbeiða á skrivstovu í Klaksvík. Hon hevur gjørt vart við seg sum listakvinna bæði innan myndlist og bókmentir. Í 2011 gav Posta út føroysk frímerki við málningum hjá Fridu sum motivi. Frida málaði nógv, hon hevði sín egna stíl. Hon málaði mest í 1950'unum og 1960'unum. Í 1978 læt hon úr hondum barnabókina "Tá ið Jón vaks upp 20-30 árini", í samband við altjóða barnaárið 1979 gav hon út "Barnaár 1979", sama ár kom "Brún og brá", og í sambandi við Norðurlendska málárið 1980-1981 gav hon undir heitinum "Strev í málrøkt" út greinasavn við viðmerkingum til føroyskt mál, mállæru og málrøkt. Chuck Berry. Charles Edward Anderson "Chuck" Berry (føddur 18. oktober 1926 í St. Louis, Missouri, deyður 18. mars 2017) var ein amerikanskur rock & roll tónleikari, sangari og gittarleikari. Gjøgnumbrotið kom í 1955 við "Maybellene", og seinni komu fleiri rock & roll løg, ið eru farin beinleiðis í rocksøguna, og sum eru millum fyrstu spírarnar innan hetta tónleikaslag.Millum hansara kendastu sangir eru "Maybellene" (1955), "Roll Over Beethoven" (1956), "Rock and Roll Music" (1957) og "Johnny B. Goode" (1958). Johnny B. Goode er m.a. kent frá amerikanska science fiction-filminum "Back to the Future". Berry er føddur tann 18. oktober 1926 í Missouri og var millum fyrstu tónleikararnar í Rock and Roll Hall of Fame. Hann var við at byrja rock'n'roll-tónleikin. Í 1950-árunum og 60-árunum rindaði hann stórar kausjónir fyri at sleppa undan fongsulsrevsing fyri millum annað stuldur, at hava marihuana og eitt umfatandi mál, har hann var ákærdur fyri at hava filmað ves-vitjanir hjá fleiri hundrað kvinnum. Frá 1959 til 1962 sat hann í fongsli fyri at hava havt kynsligt samband við eina ómyndiga gentu. Hann stuðlaði Barack Obama (D) í 2008. Berry hevur sagt alment, at tað er stórt, at ein kann velja ein littan mann uttan nakran ampa. Hetta er ein "góð løta, ið allir íbúgvarnir í hesum landi skulu vera ernir av - ikki bara tey svørtu, men allir amerikanarar," segði hann við The Independent. Norsk-Færøysk Lag. Norsk-Færøysk Lag er eitt felag úr Oslo sum varð stovnað í apríl 1931. Turið Mørkøre er forkvinna í Norsk-Færøysk Lag. Næstformaður eitur Kára Lamhauge Tangen. Per Hovda (f. 17. oktober 1908, d. 1997) var fyrrverandi formaður. Jóhannes Enni. Jóhannes Enni er føddur á Tvøroyri 3. oktober 1927, gekk í barnaskúla har og tók preliminerprógv í 1944. Í tvey ár arbeiddi hann sum krambúðarsveinur, fór so á Jonstrup læraraskúlan í Danmark og leyk prógv har í 1950. Nýlærdur fekk hann starv við Tvøroyrar skúla og hevur verið lærari har síðani. Hann hevur umframt drúgt áramál verið fyristøðumaður fyri Tvøroyrar tekniska skúla og handilsskúla, hevur eisini staðið fyri Tvøroyrar kvøldskúla og verið lærari í føroyskum á Suðuroyar HF-skeiði. Eitt skifti var hann nevndarlimur í Føroya Lærarafelag og 1968-1975 í blaðstjórn Skúlablaðsins. Jóhannes hevur evnað til undirvísingartilfar til serundirvísing og byrjanarundirvísing, hann hevur týtt fleiri barnabøkur, skrivað barnabókina "Piltarnir", 1972, sum eisini er komin á donskum, og hann hevur verið ein av oddamonnunum í føroyskum bókaútgávustarvi seinastu 10-15 árini sum nevndarlimur í Føroya skúlabókagrunni frá 1966 og sum formaður í Bókadeild Føroya Lærarafelags frá 1973. Elin Bjørg Højgaard. Elin Bjørg Højgaard var føroyskur rithøvundur og frítíðarheimslærari, hon skrivaði barnabøkur. Elin Bjørg varð borin í heim á Toftum 31. oktober í 1945, men flutti sjey ára gomul til Havnar við foreldrunum, tá pápin gjørdist lærari við Tórshavnar Kommunuskúla. Aftan á lokna skúlagongd og fyrifallandi arbeiði eitt skifti fór hon í 1970 til Keypmannahavnar at læra til frítíðarheimslærara. Eftir lokið prógv í 1973 arbeiddi hon á dagstovnum í Albertslund og Glostrup til hon 27. mai 1977 andaðist bert 31 ára gomul. Elin Bjørg skrivaði tvær barnabøkur og myndaskrýddi tær hegnisliga. Hin fyrra "Stina, Tina og Tummas" kom í 1970. Eftir deyða hennara, í 1978, kom seinna bókin "Trøllalív", skrivað í ævintýrasniði, men við høvuðsevni, ið uppi er í tíðini: Arbeiðsbýtið kynjanna millum. Elsa Jacobsen. Elsa Jacobsen er fødd í Norðragøtu 15. februar í 1928. Aftan á lokna skúlagongd í heimbygdini arbeiddi hon fyrifallandi arbeiði, til hon í 1948 fór til Havnar at læra til sjúkrasystur. Í 1951 var hon liðug við útbúgving sína, arbeiddi so sum sjúkrasystir, til hon í 1959 fór til Skotlands at læra til jarðarmóður. Á sumri í 1960 fór hon suður til Etiopia sum trúboðari send av Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Í 1966 gav felagið út bók hennara "Etiopia kallar". Poul Andreasen. Poul Andreasen er føddur í Vági 5. juni 1947. Gekk í skúla í heimbygdini og tók realprógv í 1964. Hann var til skips eitt skifti, arbeiddi í Íslandi eina tíð, fór so til Havnar á studentaskúla og tók prógv í 1968. Aftan á lokið studentsprógv fór hann til Danmarkar at lesa løgfrøði, tók 1. part í 1970, gavst so við lesnaðinum og fór heim aftur til Føroya. Var til skips í nøkur ár, fór so í 1978 á Niels Brockhandilsskúlan og tók prógv har í 1979. Heimafturkomin hevur hann verið vikarur í Hesti og í Koltri. Poul hevur stóran áhuga fyri søguligum evnum. Poul hevur verið ritstjóri Varðans síðani 1987. Útgávur. "Hann hevur ritstjórnað (sjálvur og saman við øðrum) bløðum við lokalsøguligum innihaldi:" "Í 1989 skrivaði og ritstjórnaði hann saman við øðrum bøkurnar:" Andrea Árting. Andrea Árting (fødd 23. desember 1891 í Tórshavn, deyð 30. mai 1988 í Tórshavn) var føroysk fakfelagsforkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í 40 ár frá 1937 til 1977. Hon var ein av fyrstu føroysku kvinnum, ið stillaði upp til løgtingsval, tað var í 1940, tá ið hon var valevni hjá Loysingarflokkinum, hon varð tó ikki vald. Tá ið Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948 var hon ein av trúføstu stuðlunum hjá flokkinum. Lívleið. Andrea Árting varð fødd uttanfyri hjúnarlag í Havn í 1891, foreldur hennara vóru Súsanna Rasmussen (fødd 1873, deyð 1940) og blaðstjórin Jacob Johansen (1860-1900). Hon vaks upp hjá mostrini Trinu, sum var gift við Eliasi Johansen í Rættará, til hon var 11 ára gomul. Elias í Rættará var bátabyggjari og var aktivur politiskt og mentanarliga. Andrea arbeiddi í fiski tvey summar. Tá ið hon var liðug við skúlan arbeiddi hon á fiskabollavirkinum hjá Valdemar Lützen, hon stóð í krambúð og lærdi bókhald. Hon fekk tuberklar 17 ára gomul og noyddist at búgva á sanatoriunum í eini tvey ár. Síðan fór hon til Danmarkar, har hon var tænastukona í seks ár í Keypmannahavn, har hon kom at kenna Mariu Mikkelsen, sum hon seinni hevði brævaskifti við. Í 1922 giftist hon við fiskimanninum Johannes Frederik Árting, og gjørdist heimagangdi í nøkur ár, meðan børnini vóru smá, tey fingu fýra børn: Trygvi (1923), Sólrun (1926), Rhoda (1928), Ásvør (1930). Í 1937 varð Andrea Árting vald til forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelag, ið varð stovnað árið fyri. Tær flestu av limunum arbeiddu í fiskiídnaðinum, og tær høvdu trupult við at fáa nakra av hesum til at átaka sær starvið sum forkvinna, eftirsum tað var vandi fyri, at koma á svartalista hjá arbeiðsgevarunum. Sum heimagangandi var Andrea meira sjálvstøðug, og hon hevði eisini víst, at hon ikki var bangin fyri at siga sína meining alment. Hon var sitandi sum fakfelagsforkvinna til 1977, og var eisini nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag størstapartin av tíðini, har hon var nevndarlimur frá 1940 til 1958. Samráðingarnar um somu konufólka- og mannfólkaløn vóru tær seinastu í forkonutíð hennara. Andrea var heiðurslimur og fekk løn svarandi til formanslønina restina av lívinum, til hon andaðist í 1988 96 ára gomul. Andrea Árting var ein av teimum fyrstu føroysku kvinnunum, ið gjørdist valevni til Føroya Løgting. Hon stillaði upp til Løgtingsvalið 1940 fyri Loysingarflokkin, men bleiv ikki vald. Á fólkaatkvøðuni í 1946 talaði hon fyri loysing frá Danmark. Fólkaatkvøðan førdi til at Føroyar fingu Heimastýrislógina í 1948. Misnøgdin við at Føroyar ikki fingu fullveldi frá Danmark førdi til at Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948, og Árting gjørdist ein teimum mest trúføstu stuðlunum. Andrea var í 1918 stigtakari til at kvinnur fóru at rógva kapp í skipaðum kappróðri, ið annars var ein ítróttagrein, ið bert mannfólk luttóku í áður. Hon var áhuga í tónleiki, gekk til undirvísing og lærdi at spæla á fleiri ljóðføri. Hon gjørdi eisini løg og yrkti sangir. Yrkingar hennara vísa hennara politisku sjónarmið. Hon yrkti eitt nú kampsangir, ið kravdu betri kor fyri tað arbeiðandi fólki. Kirsten Brix. Kirsten Brix (f. 15. november 1947 í Give, Danmark) er føroyskur/danskur rithøvundur, týðari og lektari í týskum, donskum og føroyskum. Hevur verið í føstum starvi á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Tórshavn síðani 1975. Vardi í 2002 á Fróðskaparsetri Føroya Ph.D.-ritgerðina Dialog i Babelstårnet um prosuskaldskapin eftir Regin í Líð. Gift við Hanusi Kamban, tey eiga tveir synir. Heiður. Kirsten Brix fekk á ársaðalfundi hjá Yrkisfelagnum 25. januar 2013 handað árligu útbúgvingvarvirðislønina, sum er á 5000 krónur. Yrkisfelagið (YF) er fakfelagið fyri m.a. studentaskúlalærarar og handilsskúlalærarar. Í grundgevingini fyri virðislønina verður m.a. víst til, at Kirsten Brix hevur verið virkin at gera tilfar og skipa fyri skeiðum, ið aðrir lærarar hava fingið nógv burturúr. Eisini hevur hon saman við øðrum skipað og útgivið bøkur til undirvísing í føroyskum á miðnámskúlastigi. Sonne Smith. Sonne Smith er føddur í Vági ólavsøkudag í 1946. Hann tók hægri handilsprógv í Odense í 1968 og journalistiskt prógv á Danmarks Journalisthøjskole í 1977. Høvuðsgrein hansara á journalistháskúlanum var heimspolitikkur. Hetta var seinni støðið undir teimum mongu sendingunum, sum hann gjørdi seinni saman við Hans Holm, tí søgufróða, geografiska snillinginum. Hann hevur drúgva journalistiska yrkisleið í útvarpi og á bløðum, var arbeiðsmaður, fiskimaður, krambakallur og skrivstovumaður í sínum ungu døgum, umframt at hann hevur spælt við í fleiri sjónleikum sum áhugaleikari. Longu í 1968 legði hann lunnar undir tær væl umtóktu poppsendingarnar í Útvarpi Føroya. Sonne Smith er giftur við Káru Gunnu Óladóttir. Hann varð einkjumaður í 1997. Fyrra kona hansara æt Anna, fødd Poulsen, úr Klaksvík. Hon var lærari. Tey bæði fingu dóttrina Mariu Kristinu í 1985. Sonne Smith skrivaði sína fyrstu bók í 1999. Tað var tann bílagda bókin um frítíðarfelagið Kaggan, ið Sonne var við til at seta á stovn í 1969. Annars hevur hann gjørt onkra sketjs, eitt nú fyri Postverk Føroya, tá ið tað hevði sítt 25-ára hald í Listaskálanum í 2001, og hann hevur skrivað fleiri ferðafrásagnir, bæði til útvarp og bløð. Hann hevur ferðast víða. Seinasta avrikið er ein søga í "Mínari Jólabók 2004" um ein reypara, sum hann rópar Sámal Skrøgg. Sonne hevur eisini týtt onnur mál til føroyskt. Hann týddi tað fyrsta heftið hjá Harold R. Foster um Valiant Prins úr enskum í 1987 eftir áheitan frá Føroya Lærarafelag. Sonne er sonur listamannin William Smith og systirsonur listakvinnuna Ruth Smith úr Vági. Bróðir Sonna, Thomas Michael Smith, var listamaður og rithøvundur. Jonhard Mikkelsen. Jonhard Mikkelsen (f. 1953) vestmenningur. Stjóri á forlagnum Sprotin. Útbúgvin cand. mag. í enskum og føroyskum á Århus Universiteti og Fróðskaparsetri Føroya í 1980. Starvaðist sum adjunktur á Føroya studentaskúla frá 1981 til 1995. Hann var lærugreinaráðgevi í føroyskum fyri studentaskúlar og hf-deildir frá 1988 til 1995, tá ið hann fór í starv sum lektari á Føroya læraraskúla í 1995 og starvaðist har til 2010. Jonhard Mikkelsen starvaðist sum námslektari á Námsvísindadeild Fróðskaparsetursins frá 2010 - 2017. Limur í føroyska málráðnum frá 2012 - 2017. Fregnir. Jonhard Mikkelsen stovnaði saman við øðrum vikuskiftisblaðið FREGNIR í 2001 og var blaðstjóri, til blaðið gavst í 2004. Forlagið Sprotin. Jonhard stovnaði forlagið SPROTAN í 1993 og hevur rikið tað síðan. Forlagið gevur út lærubøkur til føroyskt, søgubøkur, listabøkur, nýskrivaðar og týddar skaldsøgur, yrkingar o.a. Útgávurnar síggjast á heimasíðuni hjá Sprotanum www.sprotin.fo Á sprotin.fo eru allar tær føroysku orðabøkurnar hjá ymsum forløgum og einstaklingum savnaðar. Forlagið kunnar um bøkur, høvundar, tiltøk o.a. í Sprotatíðindum. Pól á Kletti. Pól Nybo á Kletti (føddur 12. juli 1959, deyður 7. juli 2021) var føroyskur blaðmaður, ritstjóri og rithøvundur. Pól var ættaður úr Hesti. Hann búði í Hósvík í 3 ár, 1974-1977. Síðan 1977 í Tórshavn og stutt skifti á Argjum. Hann hevur verið blaðmaður á Dimmalætting síðan 1978, fastur tingfrásøgumaður 1981-1995. Hann ritstjórnaði leygardagsískoytisbløðunum Viðskeranum og Skáanum 1996-2007. Útgávur - ritstjórnað ella skrivað. Pól á Kletti var við til at leggja til rættis útgávuna av bókini»Búskapur og politikkur«(1990), sum Ólavur Christiansen, búskapar- og samfelagsfrøðingur skrivaði, og sum forlagið Føroyaklettur gav út. Samrøður í 75 ára minningarritinum hjá Kongshavnar Havn,»Samstarv«(1991), sum Kongshavnar Havnastýri gav út. Skrivað, savnað og lagt til rættis 90 ára minningarritið hjá Sambandsflokkinum,»Upphav og virki«(1996). Samrøður í 60 ára minningarritinum hjá B36,»Rennið dreingir«(1997). Grein um Hests kirkju í bókarøðini»Kirkjurnar í Føroyum«(1998), sum J. P. Gregoriussen, arkitektur, ritstjórnaði og partvís skrivaði, og sum forlagið í Støplum gav út. Limur í ritstjórnini, sum skipaði fyri útgávuni av 150 ára minningarritinum hjá Føroya Løgtingi,»Løgtingið 150«, trý bind (2002-03). Var í ritstjórnini, sum fyrireikaði 100 ára minningarritið hjá Sambandsflokkinum,»Sambandsflokkurin í 100 ár«(kom út í 2006). Familja. Foreldur: Dánjal Nybo (1914-1995), fiskimaður og bóndi í Hesti, og Kristina, f. Mortensen (1919-1980), ættað úr Froðba. Foreldur pápans vóru Poul Nybo, ættaður av Kletti á Hvítanesi, og Anna Kathrina, f. Danielsen, úr Andrasstovu í Hesti. Tey vóru eftir giftarmálið búsitandi á Hvítanesi í 7 ár. Fluttu í 1915 út í Hest, har tey bygdu við Gróthúsá. Poul, ið var skiparalærdur og førdi skip, festi kongsgarðin í Andrasstovu eftir verfaðirin, Dánjal Danielsen. Foreldur mammuna vóru Dánjal Mohr Mortensen, bóndi í Kelduni í Froðba, og Amalia, f. Joensen, ættað úr Miklagarði á Eiði. Pól á Kletti var giftur við Elsy Joensen av Bakka í Vági, dóttir Christoffur Joensen, ættaður uttan Ánna í Sandvík, og Sannu, f. Tausen, á Bakka í Vági. Elsy og Pól eiga tríggjar synir: Signar (f. 1982), Eirikur (f. 1990) og Torkil (f. 1991). Zakarias Wang. Zakarias Wang (føddur 23. august 1940 í Kaldbak) er ein føroyskur rithøvundur og politikari, útbúgvin samfelagsfrøðingur. Lívsleið. Hann varð føddur í Soylgørðum í Kaldbak tann 23. august 1940. Eftir barnaskúlan í Kaldbak fór hann í 1954 á VBV í Havn. Tók preliminerprógv í 1956 og nýmálsligt studentsprógv í 1958. Var ferðalærari í Norðradali og Syðradali 1958-1959. Gjørdist í 1965 "cand. scient. pol." í Århus. Arbeiddi í Keypmannahavn til 1967. Var í tríati ár á Føroya Studentaskúla í Hoyvík og hevur nú forlagið Stiðjan. Flutti í 1971 úr Havn til Hoyvíkar. Var í Tórshavnar uttanbíggjar bygdaráð 1977 til oktober 1978, tá Hoyvík og Hvítanes løgdu saman við Tórshavnar kommunu. Býráðslimur í Tórshavnar býráð 1981-1988. Hann hevur skrivað grein um heimastýri í bókini "Færinger – frænder", sum Anders Ølgaard ritstjórnaði í 1968. Í 2010 útgav hann bókina "Fólkaatkvøðan 14 september 1946", sum er 850 síður til longdar, bókin er eitt keldusavn um fólkaatkvøðuna í 1946. Hevur annars skrivað nógvar greinar í ymsum bløðum. Formaður í felagnum Føroysk Bókaforløg 1992 og limur í stýrinum fyri Fjølrit sama ár. Nevndarlimur í rithøvundafelagnum 1993. Fólkatingsvalið 2015. Í 2015 valdi hann at stilla upp til fólkatingsvalið á uttanflokkalista. Hann royndi fyrst at fáa flokkinnir í ganga inn fyri loysing frá Danmark at stilla upp saman, men tað eydnaðist ikki. Síðan savnaði hann millum 150 og 200 undirskriftir frá stillarum, soleiðis at hann leyk krøvini um at stilla upp á uttanflokkalista. Tá ið hann var gestur í sjónvarpsvalsendingini Í andglettinum hjá Kringvarpinum, segði hann m.a. at hevði heitt á allir loysingarflokkarnar um at stilla upp saman fyri at fáa betri møgulleika fyri at fáa umboð valt. Familja. Foreldur hansara eru Poul, bóndi, f. 1908, d. 2004, og Elsebeth Christina, f. 1915. Foreldur pápans vóru Sakaris í Soylgørðum og Marin Mohr heiman av Garði í Hoyvík. Foreldur mammuna vóru Hans Simonsen, traðarmaður uttan fyri Garðar í Hoyvík og Sanna Joensen, óðalsmansdóttir úr Innistovu í Mykinesi. Zakarias er næstelstur av fimm systkjum, hini eru Eyðun, Sølvá, Hanus og Mourits. Giftur við Margit Svarrer, tannlækna í Tórshavn, sum er fødd í Esbjerg og vaksin upp í Bylderup Bov tætt við týska markið. Tey hava tvær døtur: Ulla, f. 1966 og Elin, f. 1970. Jante. Jante er fiktivur býur úr skaldsøguni "En flyktning krysser sitt spor" (1933) eftir Aksel Sandemose. Norska Løva. Norska Løva (føroyskt navn; annars Nordische Löwe, Nordishe Löwe ella Norske Løve) var ein danskur yystindiafarari. Skipið sakk í Lambavík nýggjársaftan 1707. Umleið 100 menn komu livandi frá vanlukkuni. Á hesum túri fór Norska Løva úr Keypmannahavn hin 4. desember 1707. Ódnarveður brast á, og 18. desember slóð toran niður í skipið. Dagin eftir avgjørdi Roluf Meincke, at teir noyddust at kappa høvuðsmastrina niður. Skipið er nevnt bæði í sangi, kvæði og søgn. Jógvan Isaksen brúkti navnið Norska Løva sum heitið í eini krimiskaldsøgu, sum kom út í 2010. Norska Løva førdi trælir í 1682. Eitt model av Norsku Løvu hongur í Dómkirkjuni í Havn, tað er eitt av trimum skipsmodellum, sum hanga har. Eitt annað modell hongur í Eiðis kirkju. Klokka av Norsku Løvu í Dómkirkjuni í Havn. Klokkan í Dómkirkjuni í Havn sigst vera komin í kirkjuna í 1708 og er komin av skipinum Norsku Løvu. Klokkan er prýdd við palmettum, og á einum stað er henda innskriftin: 'Danscke Ostindische Compagnies Scheb Nordische Lowe 1704'. Hæddin er 30 cm, tvørmát á slagringi uttan er 41,5 cm. Bók (træ). Leyv og hylki av Vanligari Bók. Bók (frøðiheiti - "Fagus") veksur víða í Europa, Asia og Norðuramerika. Bókin er eitt leyvfellandi træ við trýkantaðum nøtum í einum píkaklæddum hylki. Suðurbók. Suðurbók, eisini eldlandsbók (frøðiheiti - "Nothofagus") er ein plantuætt við 12 sløgum, sum leingi varð roknað fyri at hoyra til bóka-familjuna, men genetisk gransking hevur víst, at skyldskapurin ikki er so tættur, sum fyrst hildið. Sí eisini: Bók (træ) Nire-suðurbók. Leyv á Nire-suðurbók, bløðini eru smá. Nire-suðurbók (frøðiheiti - "Nothofagus antarctica") (spanskt "Ñire" ella "Ñirre"), er eitt leyvfellandi træ ella runnur, ið er upprunavøkstur í Suður Kili (Chile) og Argentina frá uml. 36°S og heilt suður á Eldlandið (Tierra del Fuego) (56° S). Tann syðsti gróðrarstaðurin er á oynni Hoste Island, sostatt er Nire-suðurbók tað træið ið veksur syðst á jarðarklótini. Tað trívist best í tí, nú minkandi, tempereraða regnskóginum. Nire-suðurbók er gróðursett á vesturstrondini av Norðuramerika, í Stóra Bretlandi og í Føroyum her hon trívist sera væl. Coihue-suðurbók. Tekning av plantu, savnað inn av "HMS Endeavour" á Eldlandinum (Tierra del Fuego), 1769. Coihue-suðurbók (frøðiheiti - "Nothofagus betuloides") (spanskt "Guindo" ella "Coihue de Magallanes"), er eitt veturgrønt træ, ið er upprunavøkstur í Suður Patagonia. Í 1769 tók Sir Joseph Banks eitt træ av Eldlandinum (Tierra del Fuego) á fyrstu ferðini hjá James Cook, og hevði tað við sær heimaftur. Útbreiðsla. Coihue-suðurbók veksur frá Suður Kili (Chile) og Argentina 40°S og suður á Eldlandið (56° S), træið tolir frost niður í 20°C, og veksur frá sjóvarstrond upp í 500 metra hædd. Træið er veturgrønt og kann gerast upp í 25 metur til hæddar, steyrrætt, og tolir bæði vetrarkulda og væntandi summarhita. Gróðurseting. Coihue-suðurbók er gróðursett í serliga Skotlandi og Føroyum her hon vísir seg at vera fullkomiliga harðfør. Viðurin hevur vøkur eyðkenni, er reydligur á liti, harður, hálvtungur og verður brúktur í møbla-ídnaðinum. Aputræ. Aputræ (frøðiheiti - "Araucaria araucana") (á donskum/norskum stundum "Abernes skræk", enskum stundum "The Monkey-puzzle Tree") er eitt veturgrønt nálatræ ið kann gerast 40 metur høgt og 2 metur í diametur. Træið er upprunavøkstur í Suður-Mið Kili (Chile) og Vestur-Mið Argentina. Aputræ "Araucaria araucana" er tað harðførasta slagið í nálatrø ættini "Araucaria". Av tí at slagið hoyrir til frumtrøini (eitt av heimsins elstu núlivandi), verður tað stundum lýst sum ein "livandi steinrenning" (fossil). Aputræið er tjóðartræ í Kili (Chile). Aputrø eru gróðursett i Føroyum í urtagørðum og viðarlundum, og eru harðfør her. Dún-Eik. Dún-Eik (frøðiheiti - "Quercus pubescens") er eitt miðalstórt, leyvtræ ella stórur runnur, kúput á vøkstri. Trø ið vaksa í skógarumhvørvi fáa nógvar upprættar greinar, meðan trø ið standa einsamøll fáa fleiri bular við útrættum, óregluligum greinum. Rótskipanin er sterk við eini djúptgangandi høvuðsrót og nógvum, víttgangandi síðurótum. Støddin á fullvaksnum trøum er uml. 20 x 15 m (25 x 20 cm/ár). Trøini kunnu gerast eini 500 ára gomul, og kann bulurin gerast uml. 1,5 m. í diametur. Upprunaøki: Høvuðsøkið røkkur frá Mið- og Suðureystur Evropa til Lítlaásia, Kaukasus og Krim. Nýtsla: Viðurin er harður og haldbarur; hann verður brúktur sum timbur í byggi- og møblaídnaðinum. Umframt tað verður hann nýttur sum brenni og til framleiðslu av trækoli. Nøturnar verða brúktar til svínafóður. Loðpílur. Leyv av føroyskum loðpíli í Streymoy. Loðpílur ("Salix lanata") er ein lágvaksin, leyvfellandi runnur av pílafamiljuni. Hann er eyðkendur við sínum hvílodnu bløðum á báðum síðum. Loðpílur blómar tíðliga, fyri leyvskot á vári. Hann er einkyndur, hann- og honplantur hvør sær. Blómurnar eru langir, ljósagulir reklar. Loðpílur er stundum krúpandi, stundum upprættur har hann fær frið, upp til 1,5 - 2 m hædd. Upprunaøki: Loðpílur finst í Norðureuropa og Norðurasia, frá Íslandi heilt eystur til Siberia, men vegna seyðabit er hann nú sjáldsamur í Føroyum og Skotlandi. Eitt undirslag, "Salix lanata richardsonii" finst í Norðuramerika, men hvørki hesin ella "Salix lanata" finst í Grønlandi. Loðpílur í Føroyum: Nú er loðpílur bert funnin í fáum støðum i Føroyum, í t.d. Streymoy Kalsoy og Borðoy, men talið av plantum í hesum støðum, óatkomuligt fyri seyði, ber boð um, at hann hevur verið vanligur vøkstur, áðrenn seyður kom til landið. Føroyski loðpílurin er ein krúpandi runnur, hvørs greinar liggja 1 til 2 m fram eftir jørð, fyri síðani at benda teir síðstu 20-30 cm upp í loft; og bløðini her gerast ikki so loðin sum aðrastaðni, t.d. í Noregi. Urtapílur. Urtapílur ("Salix herbacea") er ein lágvaksin runnur av pílafamiljuni, sum sjáldan gerst hægri enn 5 cm. Greinarnar eru langar, krúpandi og veksa fyri tað mesta undir jørð. Einans greinarendarnir eru yvir jørð. Hann blómar í juni-juli og blómurnar hava gulgrøn lívdarbløð. Blómurnar eru evarska lítlar og eru á blómuskipan, sum kallast rekil, kallreklarnir eru gullittir, meðan kvennreklarnir eru reyðir. Útbreiðsla: Urtapílur er ein fjallaplanta, lagað til harðført veðurlag og veksur víða um í fjøllum og subarktiskum økjum báðumegin Atlantshavið, í Útnyrðingsasia, Norðurevropa, Grønlandi og Eysturkanada, og longur suðuri á háfjøllum, suður til Pyreneurnar, Alpurnar og Rila í Europa og norðaru Appalachiafjøll í USA. Hann veksur á tundra og mýrulendi, vanliga omanfyri 1.500 m hædd sunnafyri, men niður til sjóvarmálan í arktiskum øki. Urtapílur í Føroyum: Urtapílur er sera vanligur í Føroyum og veksur víða í haga og á fjallalendi, oftast í mosa. Appalachiafjøll. Appalachiafjøllini eru eystarlaga í USA og Kanada, og í skógunum her er eitt hav av ymiskum plantum og djórum. Appalachiafjøll (enskt "Appalachian Mountains") eru ein fjallarøð í eystara parti av Norðuramerika. Landalæra. Appalakkufjøll røkka frá Alabama í USA til Nýfundland og Labrador í Kanada. Fjallarøðin fer ígjøgnum North Carolina, Virginia, West Virginia, Pennsylvania, New York og Nýongland. Hægsta fjallið er Mt. Mitchell í Norðurcarolina, 2.040 metrar høgt. Hesi fjøllini eru fyri tað mesta skógvaksin, og har vaksa mong ymisk træsløg, harímillum ahorn og eik. Um heystarnar, áðrenn leyvtrøini, sum vaksa í sunnari parti av fjøllunum, missa bløðini, er frálíka vakurt har, tá skyggir leyvið í brúnum og reyðum litum, tá er eisini eitt skifti við heilt góðum veðri, og hesa tíðina á árinum nevna teir "Indian summer". Hesi fjøllini eru eldri, og tindarnir eru ikki líka høgir sum teir í Klettafjøllunum (Rocky mountains). Tann syðri parturin varð til fyri 250 milliónum árum síðan, tá Afrika rendi saman við Norðuramerika, so øll meginlond vóru í einum, kallað Pangaea. Búskapur. í statunum North Carolina, Virginia og West Virginia, har Appalakkufjøll fara ígjøgnum, var í mong ár nógv kol høgt og nýtt til brenni í stálvirkjunum. Nú eru mong nám og stálvirki latin aftur, og mong arbeiðspláss farin fyri skeytið. Hóast nógv hevur verið gjørt til tess at menna ferðamannavinnuna har, er økið við Appalakkufjøll eitt hitt fátækasta í USA. Pyreneurnar. Pyreneurnar eru ein fjallarøð í Suðurvestur-Evropa sum skilur Iberisku hálvoynna frá meginlandinum og myndar náttúrligt landamark millum Spania og Frakland. Lítla landið Andorra liggur eisini innibyrgt ímillum hesi bæði lond í fjallarøðini, sum er 430 km long og røkkur frá Biscayaflógvanum til Miðjarðarhavið. Biscayaflógvin. Biscayaflógvin (spanskt: "Golfo de Vizcaya" ella "Mar Cantábrico"; franskt: "Golfe de Gascogne"; baskiskt: "Bizkaiako Golkoa") er ein stórur flógvi ímillum vesturstrond Fraklands og norðurstrond Spania. Miðal dýpi er 1,744 metrar og mesta dýpið er 2,789 metrar. Pálmapílur. Leyv og kallrekil av pálmapíli. Pálmapílur ("Salix phylicifolia") er ein runnur av pílafamiljuni, ið kann blíva uml. 4-5 metrar høgur. Greinarnar eru reydligar og uppbendar. Bløðini eru blonk og myrkagrøn á ovara borði, loðin og grágrøn í niðara borði. Pálmapílur er einkyndur, kall- og kvennplantur hvør sær, og eru bæði kall- og kvennreklar gráligir á liti. Pálmapílur blómar í mai ella juni, treytað av vakstrarstaði. Útbreiðsla: Pálmapílur veksur í vátlendi í Norðurevropa til Vestursibiria og í Norðuramerika. Í Føroyum, Skotlandi og Írlandi er hann sjáldsamur nú, orsakað av seyðabiti. Pálmapílur í Føroyum: Pálmapílur er størsti pílur, ið veksur í Føroyum, og kann hann gerast okkurt um 2 metrar høgur her. Á mongum upprunaligum vakstrarplássum er hann horvin, bara í Hvalvík veksur hann í stórum tali. Í katólskari tíð brúktu føroyingar greinar av hesum píli til páskagudstænastur, til minnis um pálmagreinarnar, ið lagdar vóru á vegin, tá ið Jesus reið inn í Jerúsalem; harav navnið 'Pálmapílur'. Łukasz Cieślewicz. Łukasz Cieślewicz (føddur 15. november 1987 í Gniezno í Póllandi) er ein fótbóltsleikari, áleypsleikari, sum síðan 2011 hevur spælt við B36 í Effodeildini. Hann hevur áður spælt við donsku fótbóltsfeløgunum Hvidovre (1. deild) og Brøndby, hann fekk tó ikki møguleikan at spæla við bestu donsku deildini, Superligaini. Sum barn búði Łukasz í Føroyum, í Vági, tí pápi hansara Robert Cieślewicz spældi við VB, pápin spældi eisini við VB, tá felagið vann sítt fyrsta og einasta føroyameistaraheiti í 2000. Łukasz spældi tey árini fótbólt við VB, og í 2002 vann hann meistaraheitið við dreingjaliðnum hjá VB. Ársins leikari í Føroyum 2011 og 2015. Łukasz varð valdur til ársins fótbóltspælara í bestu føroysku fótbóltsdeildini í Føroyum í 2011 (Vodafonedeildini) og 2015 (Effodeildini). Í 2011 var fyrsta árið, at hann spældi vaksnamannafótbólt í Føroyum. Hann spældi við B36, og teir vunnu føroyameistaraheitið (FM). Łukasz skoraði 17 mál fyri B36 í FM kappingini og gjørdist nummar trý á toppskoraralistanum. Finnur Justinussen úr Víkingi vann gylta skógvin við 21 málum og Klæmint Olsen var nummar tvey við 18 málum. Slóðir úteftir. Cieślewicz, Łukasz Arktiskur pílur. Arktiskur pílur eisini nevndur Grápílur ("Salix arctica") er ein jarðlagdur runnur av pílafamiljuni, 1 til 2 metur langur og heldur knortlutur. Bløðini eru grágrøn og klædd við longum hárum. Niðara borðið er nakað ljósari litt enn ovara. Blómingin er í juni-juli og kvennreklarnir eru hvítlodnir. Útbreiðsla: Arktiskur pílur er lagaður til harðført arktiskt og subarktiskt veðurlag og veksur norðast í londunum kring arktiska havið. Arktiskur pílur í Føroyum: Í Føroyum er arktiskur pílur sjáldsamur nú, og veksur bara í homrum har seyður ikki sleppur til, norðatil í landinum. Mammutur. Ein Mammutur er eitthvørt slag av útdeyðu filafamiljuni "Mammuthus" ið livdu frá uml. 4,8 mió. árum síðani til fyri um 4.500 árum síðani; best kendur er ullamammutur ella loðfílur. Loðin mammutur. Loðin mammutakálvur, funnin í russisku permafrostini. Ein loðin mammutur ella loðfílur (frøðiheiti:"Mammuthus primigenius") er eitt útdeytt, loðið fílaslag ið livdi í Norðurevropa, Asia og Norðuramerika fram til seinastu ístíð. Nógv fílabein og beinagrindir eru funnin í jørðini og eisini á havbotninum í Norðsjónum, og enntá eru einstakir heilir mammutar funnir í permafrystu jørðini í Siberia. Eitt lágvaksið undirslag livdi á sibirisku Wrangelloynni fram til uml. ár 1.700 f.kr. Meksikoflógvin. Meksikoflógvin (enskt "Gulf of Mexico", spanskt "Golfo de México") er ein stórur flógvi ímillum eysturstrond Meksikos og suðurstrond USA. Loðin nashyrningur. "Coelodonta_antiquitatis" Loðin nashyrningur (loðnashyrningur?) ("Coelodonta antiquitatis") er eitt útdett slag av nashyrningum sum helt til á norðaru grasslætunum og tundraøkjunum í Eurasia i pleistocænska tíðarskeiðinum. Loðin nashyrningur livdi seinastu ístíðina av, kanska fram til ár 8.000 f.Kr. í Siberia - hendan dagfesting er tó ivasom. Útsjóndin á djórinum var upprunaliga bert kend frá holutekningum, men í 1929 var eitt heilt ræ við skinni funnið í eini asfaltsgoymslu í Starunia í táverandi (millumkrígstíðar) Póllandi, núverandi Ukraina; hetta ræ verður nú sýnt fram á náttúrusøguliga savninum í Kraków í Póllandi. Demokratiski Flokkurin. Demokratiski Flokkurin (enskt: "the Democratic Party") er ein liberalur flokkur, annar av báðum størstu flokkunum í USA (hin eitur Republikanski Flokkurin). Limirnir verða nevndir "demokratar". Demokratiski flokkurin er ein vinstrahallur, progressivur og liberalur flokkur. Demokratarnir arbeiða fyri tíðina fyri fríari heilsuskipan til øll, fyri størri eftirliti við skotvápnum, fyri at enda Stríðið móti yvirgangi, javnstøðu fyri samkynd, at lata Guantanamo aftur, teir arbeiða fyri at stuðla rættinum til fría fosturtøku og at so arbeiða tey við at seta meira inn fyri at forða fyri globalari upphiting. Demokratarnir eru fyri at hækka skattin, men teir vilja ikki skerja tær almennu útreiðslurnar líka nógv sum republikanararnir. Kend nøvn hava verið forsetarnir Franklin D. Roosevelt, Harry Truman, John F. Kennedy, Jimmy Carter, Bill Clinton og Barack Obama. Vágsfjørður. Vágur á norðara armi av fjørðinum og partur av Vágsfirði Vágur, Vágs Havn og Vágsfjørður Vágsfjørður er næstlongsti fjørður í Suðuroynni. Fleiri bygdir eru kring fjørðin. Vágur liggur innast á vágni og báðumegin fjørðin, tó mest á norðursíðuni. Porkeri liggur uttalaga á norðara armi á Vágsfirði, og millum Porkeri og Vág liggur lítla bygdin Nes, sum hoyrir til Vágs kommunu. Núpurin skilur Vágsfjørð í tveir minni firðir, sunnari partur er Lopransfjørður. Innast í Lopransfirði liggur bygdin Lopra. Eystanfyri Lopra og beint yvirav Nesi liggur bygdin Akrar. Vágs Havn og Oyrarnar. Vágs Havn er á norðaru síðu á Vágsfirði, mitt í Vágsbygd. Vágs Havn er 10-15 metrar djúp. Har er havnarlag har flakavirki, alivirki og aðrar fiskivinnufyritøkur eru. Hinumegin land, á syðra armi, eru Oyrarnar, har er eitt elverk, eitt lemmavirki, ruskpláss umframt annað virksemi. Ætlanin er at gera eina svimjihøll við langhyli og vælverudepli á Oyrunum í Vági (2011). Ætlanin er at nýta avlopshitan frá elverkinum á Oyrunum, sum annars bert rennur á sjógv. Vatnið (Vágur). Vatnið og Vágseiði og býlingurin vesturi í Bø Vatnið er eitt vatn í Suðuroynni, vestanfyri bygdina Vág og eystanfyri Vágseiði. Vatnið hevur fleiri nøvn, men fólk flest rópa tað bara Vatnið. Onnur nøvn eru Vágsvatn og Eiðisvatn. Gongugøta er allan vegin kring Vatnið, har ganga fólk ofta túr. Fjølbroytt fuglalív er kring Vatnið og á Vatninum. Ein á rennur úr Vatninum oman í Ósan og síðan á sjógv. Henda áin eitur Laksá. Vágs kommuna hevur gjørt gongugøtu øðrumegin við Laksá (á syðru síðu) frá Vatninum til Líðarveg. Beint vestanfyri Vatnið er ítróttarøkið hjá vágbingum. Har er Vágshøll og fótbóltsvøllur við graslíki. Millum vøllin og ítróttarhøllina er VB-húsið. Flóðalda fyri 7000 árum síðan. Serfrøðingar meina, at ein flóðalda (tsunami) hevur rakt Føroyar fyri umleið 7000 árum síðan. Hetta var í samband við eitt stórt skriðulop, sum nevnist Storegga. Flóðaldan rakti alt tað norður atlantiska økið. Tekin um hesa flóðaldu eru funnin tvey støð í Føroyum: á Vatninum við Vágseiði og á Eiði í Eysturoynni. Ronnie Drew. Ronnie Drew (*16. september 1934 í Dun Laoghaire, Co. Dublin - † 16. august 2008) var ein írskur fólkatónleikari og sangari, ið stovnaði bólkin The Dubliners, upprunaliga kallaðu teir seg "The Ronnie Drew Group", hann hevði eisini eina solokarrieru aftaná hann fór úr The Dubliners. Ronnie Drew royndi seg eisini sum filmsjónleikari og sonurin Phelim Drew er eisini sjónleikari. Ronnie Drew er eitt heimskent andlit tá um fólkatónleik umræður. Ronnie búði við familju sínari í Greystones sunnanfyri Dublin. Luke Kelly. Luke Kelly (*17. november 1940, † 30. januar 1984) var ein sangari og fólkatónleikari frá Dublin, Írlandi sum er best kendur sum ein av stovnarunum av kenda bólkinum The Dubliners saman við Ronnie Drew. Á ungum árum flutti hann til Onglands saman við bróður sínum Paddy. Hann arbeiddi í stálídnaðinum og annars ymiks fyrifallandi arbeiði. Hann lærdi seg at spæla banjo og byrjaði at framføra á ymsastaðni í Onglandi saman við øðrum írum sum búðu í eksil í Onglandi. Í 1962 flutti hann heimaftur til Dublin og stutta tíð seinni gjørdist hann partur at einum tónleikabólki, sum fyrst varð nevndur the Ronnie Drew Ballad Group og síðan, eftir uppskoti frá Luke Kelly, fekk navnið The Dubliners. Hann fann uppá navnið, tí hann júst tá las eina skaldsøgu eftir James Joyce við heitinum The Dubliners. Luke helt eina pausu uppá tvey ár frá The Dubliners frá 1964-66, men seinni var hann aftur virkin har í nógv ár. Luke datt um á pallinum, meðan hann framførdi við The Dubliners hin 30. juni 1980 í Cork Opera House. Stutta tíð seinni varð staðfest, at hann hevði ein svull í heilanum. Hóast tað, so fór hann á evropaturne eftir at hann varð skurðviðgjørdur fyri svullin í heilanum. Hann hevði tó trupulleikar við at minnast tekstir og føldi seg til tíðir veikan. Á heysti 1983 noyddist hann tvær ferðir at fara av pallinum meðan teir framførdu, fyrru ferð var í Traun í Eysturríki og seinnu ferð var í Mannheim í Týsklandi. Hann noyddist at gevast við konsertferðini og fekk tí ikki tann partin við sum var í Suðurtýsklandi. Hann varð fyrst innlagdur á sjúkrahúsi í Heidelberg, men stutta tíð seinni fór hann við flogfari heim aftur til Dublin, har hann varð innlagdur. Hann varð skurðviðgjørdur enn einaferð, og eftir at hava hildið jól saman við familjuni varð hann aftur innlagdur. Hann andaðist hin 30. januar 1984. Bókagarður. Bókagarður er eitt bókaforlag við heimstaði í Tórshavn. Forlagið Bókagarður hevur serliga givið út endurprent av upprunaføroyskum útgávum. Høvuðsmaðurin handan forlagið er Emil Juul Thomsen úr Nólsoy. Silvio Berlusconi. Silvio Berlusconi (føddur 29. september 1936 í Milano) er fyrrverandi forsætisráðharri í Italia. Berlusconi varð fyrstu ferð valdur til forsætisráðharra í 1994, men sat tá bert í eitt ár. Síðani gjørdist hann aftur forsætisráðharri frá 2001 til 2006. Í 2008 gjørdist hann aftur stjørnarleiðari í Italia. Hann er mest múgvandi persónur í Italia og nummar 74 av mest múgvandi persónum í heiminum (2010). Hann eigur fótbóltsfelagið AC Milan og eigur eisini sjónvarpsrásir og tíðindabløð. Hann stovnaði sín egna politiska flokk Forza Italia. Hann fer ikki at stilla uppaftur, tá val verður í 2013. Hann hevur gjørt av at gevast í politikki, tá valskeiðið er av, segði hann á eini samkomu fyri útlendskum tíðindafólkum í apríl 2011. Hann vísti samstundis aftur, at hann ætlar at gerast forseti í Italia. Wales. Wales ella Lítla Bretland (Bretland hitt minna) (walisiskt: "Cymru") er ein hálvoyggj í suðurvestur Stóra Bretlandi. Wales er partur av Sameinda Kongsríkinum Stóra Bretland og Norðurírland. Wales er uml. 20.761 km² til støddar og fólkatalið er uml. 3.063.000 (2011). Høvuðsstaður eitur Cardiff. Navn og uppruni. Navnið "Wales" stavar frá germanska orðinum fyri 'ørðvísi', eins og t.d. "Vallonia" og "Valakia". Í bygdunum uppi millum fjalla í Wales búgva fólk av keltiskum uppruna. Tey tala sítt forna walisiska mál, sum als ikki líkist enskum. Søga. Í 1282 tóku onglendingar Wales. Men Wales hevur varðveitt mong eyðkenni, og nógv fólk har norðuri í landinum tosar enn walisiskt. Mesta fólkið býr í dølunum har suðuri, har nógvur ídnaður er. Sunnasti parturin var einaferð týdningarmikið kolaøki, men flestu námini eru afturlatin. Í staðin arbeiða fólk í bilídnaðinum, í teldu- og tøknifyritøkum ella øðrum hátøkniligum fyritøkum. Norðantil og vestantil er vinnan landbúnaður og ferðavinna. Walisar hava alla tíð noyðst at stríðast ímóti álopshugaðum grannum fyri at verja sítt sjálvræði og mentan, Wales hevur ikki havt sjálvstýri síðan 1282, tá landið varð hertikið av enska konginum og lagt undir Ongland. Siður er, at elsti sonur kong ella drotning Bretlands verður prinsur av Wales. Bretski trónarvingurin ber heitið 'Prince of Wales', men hann hevur ongan politiska leiklut í Wales. Landafrøði. Snowdon, hægsta fjallið í Wales Meginparturin av hálvoynni Wales er fjallalendi. Fyri norðan eru fjøllini brøtt og illgongd, vaksin við grasi og lyngi. Uppi í fjøllunum eru høgir hamrar og skúmandi fossar, niðri í dølunum eru stór vøtn. Hægsti tindurin eitur Snowdon, sum merkir "Snjótindurin". Undan fjøllunum eystureftir og út ímóti havinum vestureftir ganga lýggir, breiðir og fruktagóðir dalar, har hópur av fólki býr. Fyri sunnan er landið lægri og slættari. Jørðin har er fruktagóð og væl velt. Íbúgvafrøði. Fólkatalið í Wales er vaksið frá 2.903.085 í 2001 til 3.064.000 í 2011. Mál. Walisiskt er eitt keltiskt mál, ið er nær skylt við corniskt og bretonskt. Llanfairpwllgwyngyllgogerychwyrndrobwllllantysiliogogogoch er kendasta staðarnavnið í Wales. Cornwall. Cornwall (fornnorrønt Kornbretland) (corniskt: "Kernow") er eitt greivadømi (county) ytst á suðurvestur horninum av Onglandi. Longst í útsynning liggja Scillyoyggjarnar har ið føroyingar stundum hava luttikið í kappróðri. Siðsøguliga var Cornwall eitt keltiskt (bretskt) øki, skilt frá Onglandi, men síðan 10'du øld, hevur landið verið ein partur av Onglandi. Cornisk serkenni, sum t.d. talumálið, byrjaðu at vikna í 13'du øld og í 18'du øld doyði málið út. Í 20'du øld fóru áhugafólk undir at endurreisa talumálið og eisini er eitt vaksandi ynski um at fáa størri lokalpolitiskt sjálvræði, innanfyri bretska kongsveldið, í Cornwall. Corniskt mál. Stigvísa afturgongdin hjá corniskum talumáli eftir øki, í tíðarskeiðinum 1350-1750 Corniskt ella Kornbretskt (corniskt: "Kernowek" ella "Kernewek") hoyrir til Brythonisku málini. Corniskt, ið søguliga varð tosað í Cornwall, doyði út í 18'du øld, og seinasti persónur ið hevði corniskt sum móðurmál, sigst hava verið Dorothy Pentreath ið doyði í 1777. Í 19'du øld kyknaði tjóðskaparkenslan í Cornwall, og í 20'du øld varð farið undir at afturlívga corniska tungumálið út frá varðveittum tekstum frá miðøldini. Í dag eru um 3.500 fólk ið hava kunnskap til corniskt, men bert eini 200 duga tað flótandi. Nøkur børn vaksa nú eisini upp við corniskum sum móðurmáli. Í miðøld, meðan corniskt framvegis var høvuðsmálið í Cornwall, vórðu drama skrivað á corniskum. Í dag verður aftur skrivað á corniskum, kendasti rithøvundurin er Tim Saunders. Eisini finnast tónleikabólkar, so sum Skwardya og Krena ið syngja á corniskum. Tekst dømi. Yma pub den genys frank hag equal yn dynyta hag yn gwyryow. Ymons y enduys gans reson ha keskans hag y tal dhedhans omdhon an eyl orth y gela yn sperys a vredereth. "Artikul 1 í Altjóða yvirlýsing av mannarættindum" Agan Tas ni, eus y’n nev,bennigys re bo dha hanow.Re dheffo dha wlaskor,Dha vodh re bo gwrys y’n nor kepar hag y’n nev.Ro dhyn ni hedhyw agan bara pub dydh oll,ha gav dhyn agan kammweythkepar dell evyn nynidhe’n re na eus ow kammwul er agan pynn ni;ha na wra agan gorra yn temptashyon,mes delyrv ni dhiworth drog.Rag dhiso jy yw an wlaskor,ha’n galloes ha’n gordhyans,bys vykken ha bynari.Yndella re bo!| "Pader Agan Arloedh"|"Faðir Vár bønin" Papageykar. Pappageykar eru fuglar, sum hava fjaðrar, tvey bein og sum verpa. Pappageykar halda til í Mið- og Suður-Amerika, Afrika, Suður-Ásia og Avstralásia. Pappageykar eru ójavnir á stødd. Undulátar eru smáir, og arur eru stórar. Fleiri pappageykar brúka føturnar sum hendur til at halda í nøtunum, meðan teir bróta tær við krókuta nevinum. Flestu pappageykar hava reiður í træholum ella gera sæt reiður í opum í bakka, lendi ella kletti. Veingjavíddin á reyð-grøna undulátinum kann verða upp í 125 sentimetrar og kropslongdin 94 sentimetrar. Undulátar og onnur pappageykasløg eta ofta leir úr áarbakkum. Í leirinum er nógv natrium, sum er heilsugott hjá pappageykum. Flestu pappageykar eta nøtir, fræ, knubbar og annan plantugróður. Krákur og pappageykar hoyra til gløggastu fuglar í heiminum. Nøkur pappageykasløg duga at herma eftir menniskjum. Í hesum 13 familjum finnast meira enn 350 ymisk sløg. Sundini. Sundini og Brúgvin um Streymin Sundini er eitt sund millum Streymoy of Eysturoy - norðanífrá millum Tjørnuvík og Eiði, og suður millum Kollafjørður og Morskranes. Um Sundini, millum Oyrarbakka og Norðskála, er Brúgvin um Streymin. Brúgvin, sum er 220 metrar long, er tikin í nýtslu í 1973. Fidel Castro. Fidel Alejandro Castro Ruz (audio) (føddur 13. august 1926, deyður 25. november 2016) stóð á odda fyri teirri kommunistisku kollveltingini í Kuba í 1959, og aftaná varð hann valdur til landsins forsætisráðharra. Í tíðarskeiðinum sum forsætisráðharri og forseti (1959-2008) yvirlivdi hann drápsroyndir, eina CIA innrás og Kubakreppuna, sum mundi elvt til eitt atomkríggj. Ræðið hjá Fidel Castro á oyggjalandinum beint sunnan fyri Florida varð merkt av spentu viðurskiftunum við USA, ikki minst eftir miseydnaðu amerikansku innrásina í Svínavíkini í 1961 og kubakreppuna árið eftir, tá sovjetskar rakettir vórðu settar upp í Kuba, og eitt atomkríggj mundi blivið veruleiki. Hann yvirlivdi at verða koyrdur í fongsul av einaræðisharranum Fulgencio Batista, at vera í útlegd í Meksiko og at kollveltingin hjá honum fekk eina katastrofala byrjan, áðrenn hann sum 32 ára gamal í januar 1959 kundi ríða inn í Havanna og gerast yngsti leiðari í Latínamerika. Tey næstu mongu árini var hann ein íblástur hjá øðrum kollveltingarsinnaðum og leiðarum í Latínamerika og Afrika og stóð sum ein ímynd av mótstøðuni móti stóra veldinum hjá USA. Lívssøga. Fidel Castro Ruz varð føddur 13. august í 1926 í sukurlandinum har eysturi á Kuba. Har arbeiddi pápi hansara, sum var tilflytari úr Spania, við at finna arbeiðsmegi til amerikanskar sukurfyritøkur, áðrenn hann fekk sær sína egnu sukurplantasju. Hann gekk í skúla og fór seinni á lærda háskúlan í Havanna, har hann las løgfrøði og sosialvísindi. Lívið sum uppreistrarmaður byrjaði í 1953, tá hann saman við øðrum leyp á hernaðarbarakkirnar í Santiago. Teir flestu av uppreistrarmonnunum doyðu, og Fidel og Raúl vórðu settir í fongsul. Her gjørdi Fidel sína verjurøðu úr rættinum til eitt politiskt manifest, sum hann smuglaði við sær úr fongslinum og segði, at "søgan fer at fríkenna meg." Seinni varð hann náðaður og rýmdi til Meksiko, har hann savnaði ein nýggjan uppreistrarher, sum hann í 1956 sigldi aftur til Kuba við í bátinum "Granma". Fleiri av monnunum doyðu, tá teir royndu at koma í land, men tað eydnaðist Castro at finna nýggjan stuðul í fjallalandinum har eysturi á Kuba. Trý ár seinni varð einaræðisharrin Batista feldur, og 8. januar 1959 komu Castro og hansara fólk til Havanna. USA var eitt av fyrstu londum at viðurkenna nýggju stjórnina hjá Castro, sum hevði lovað, at hann bara vildi endurreisa demokratiið í landinum og ikki gera tað sosialistiskt. Men tað gekk ikki leingi, áðrenn umfatandi búskaparligar broytingar vórðu settar í verk. Gamlir stjórnarlimir vórðu sendir í rættin, og næstu tvey árini vórðu í minsta lagi 582 avrættað. Óheft tíðindabløð vórðu stongd, og samkynd vórðu rikin í legur til "endurútbúgving." Í 1964 viðgekk Castro, at tað sótu minst 15.000 politiskir fangar í Kuba. Fólk í hópatali flýddu úr landinum, teirra millum eisini dóttir Fidels, Alina Fernández Revuelta, og systir hansara Juana. Men milliónir fagnaðu Castro og sóu hann sum teirra rødd móti hástórum og imperialistiskum amerikanarum. Tey fegnaðust um, at stjórnin tók ognir frá yvirstættini, vísti amerikanskum gangstarum av landinum og steðgaði amerikansku kasinounum. Røðurnar hjá Castro gjørdust skjótt eitt vørumerki hjá Kuba, og ofta var talan um drúgvar røður. Tiltikin er hansara 269 minuttir langa røða á ST-aðalfundinum í 1960. Tá Fidel Castro vendi sær alsamt meira móti Sovjetsamveldinum, svaraði USA aftur við at lata vera við at keypa sukur frá Kuba. Afturfyri legði Castro hald á amerikanskar ognir í Kuba fyri fleiri milliardir. USA setti handilsstongsul í verk, og 3. januar 1961 vórðu diplomatisku sambondini landanna millum slitin. Castro boðaði 16. apríl sama árið frá, at kollveltingin hjá honum var sosialistisk, og dagin eftir lupu eini 1400 kubanar í útlegd á strondina við Svínavíkina á kubansku suðurstrondini. Innrásin, sum varð stuðlað av CIA, miseydnaðist fullkomiliga, og USA mátti leggja ætlanirnar um at gera innrás í Kuba á hillina. Tað forðaði tó ikki Castrosa fíggindum í at royna at sleppa av við hann. Kubansk tøl siga, at upp gjøgnum árini eru meir enn 630 morðroyndir framdar ella ætlaðar móti Castro. Størsta kreppan millum Kuba og USA kom 22. oktober 1962, tá John F. Kennedy boðaði frá, at sovjetsk atomvápn vóru sett upp í Kuba. Sonevnda Kubakreppan stóð við í nakrar dagar, meðan verðin helt ondini. At enda játtaði Nikita Krustjev at taka vápnini burtur, men Kuba bleiv miðdepil í eini kreppu, sum mundi endað við atomkríggi millum stórveldini. Castro savnaði kollveltingarbólkar saman til nýggja kommunistaflokkin hjá sær. Fakfeløg mistu rættin til at fara í verkfall, og katólska kirkjan og aðrir átrúnaðarligir stovnar vóru fyri ágangi. Castro útflutti eisini kollveltingina til onnur lond í Latínamerika í 1960-árunum, og í 1970-unum vóru kubanskar herdeildir í Afrika og stríddust móti stýrum, ið vórðu stuðlað av Vesturheiminum. Men tá Sovjetsamveldið syndraðist, fór kubanski búskapurin sama veg. Castro royndi varliga at lata upp fyri útlenskum kapitalistum og avmarkaðum privatum vinnulívi. Samstundis batnaðu viðurskiftini millum Kuba og Vesturheimin. Í januar 1998 vitjaði Jóhannes Páll II pávi í Kuba, sum fram til tíðliga í 1990-unum alment hevði verið ein ateistisk tjóð. Hann royndi altíð at verja um sítt privatlív og gjørdi ikki nógv burtur úr tí. Castro fekk ein son við konuni Mirta Díaz Balart, áðrenn tey skildust í 1956. Síðani var hann í meir enn 40 ár saman við Dalia Soto del Valle, sum hann fekk fimm synir við. Tað sigst, at tey giftust í stillum einaferð í 1980-unum. Aldur og heilsutrupulleikar gjørdu, at hann í 2011 gav valdið víðari til beiggja sín Raúl Castro. Tá hevði hann verið ovasti maður í Kuba í meir enn 49 ár. Eftir tað var hann ikki nógv frammi alment, men fjølmiðlarnir vóru raskir at vísa á tað, tá hann var at síggja. Jóhan Olsen (bátasmiður). a>, sum Jóhan Olsen hevur smíða. Jóhan Olsen (føddur 1953 á Tvøroyri) er føroyskur bátasmiður. Hann hevur smíðað fleiri bátar, m.a. kunnu nevnast báturin Naddoddur og kappróðrarbáturin Suðringur. Naddoddur er seksæringur og Suðringur er 10-mannafar hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag. Trý ættarlið av bátasmiðum. Jóhan er triðja ættarlið av bátasmiðum á Tvøroyri. Abbi hansara var Andreas Olsen, sum var føddur í Froðba í 1890 og doyði í desember 1958. Í 1904 fór Andreas í læru hjá Danjal Mortensen, teir smíðaðu í verkstaði Undir Heygnum á Tvøroyri. Pápi Jóhan var Niclas Olsen (føddur 1915 í Hvalba, uppvaksin á Tvøroyri. Niclas smíðaði fleiri bátar og umvældi eisini sluppir. Hann smíðaði Undir Heygnum til hann flutti virksemi yvirum fjørðin í 1954 til Punthavnina. Hann smíðaði og umvældi í Punthavnini til 1962, tá verkstaðurin aftur flutti yvirum fjørðin til Lítla Tippi, har Jóhan enn hevur sína verksmiðu. Andreas og Niclas gjørdu tó eisini annað arbeiði enn at smíða bátar, eitt skifti róðu teir út í Grønlandi. Pápi Jóhan, Niclas hjálpti Jóhan at smíða Naddodd í 1996, hann var tá 82 ára gamal. Niclas, andaðist í 2005 90 ára gamal. Jóhan varð útlærdur timburmaður í 1976. Hann hjálpti pápanum at smíða og umvæla bátar í fleiri ár, áðrenn hann sjálvur fór í holt við at smíða bátar. Jóhan smíðaði sín fyrsta bát í 1977. Hann hevur eisini smíða motorbátin Fríðhild, sum hann sjálvur rør út við. Útróðrarmaður og ferðavinnuvirksemi. Umframt at smíða og umvæla bátar arbeiðir Jóhan eisini sum útróðrarmaður. Harumframt eiga hann og konan eisini summarhús, sum er uppiá neystinum hjá teimum, hesi verða útleigaði til ferðafólk og til tíðir verður summarhúsið eisini útleigað sum næmingaheim. Sámal Hansen. a>, tá henda myndin varð tikin. Kappróður á Jóansøku 2010, Sámal Hansen hevur smíðað bæði fremsta og næstfremstu bátarnar, sum eru Royndin Fríða og Blikur. Sámal Hansen (føddur 1968) úr Runavík er føroyskur bátasmiður. Hann er hin virknasti bátabyggarin í Føroyum í løtuni (2011), hann hevur smíðað fleiri av kappróðrarbátunum, sum rógva kapp á stevnunum sum eru kring oyggjarnar um summarið. Sámal smíðaði fyrsta bátin í 1996, tá hann smíðaði 10-mannafarið Kjølur. Henda bátin smíðaði hann av áhuga. Síðan hevur hann smíðað tí kappróðrarfeløg og onnur hava bílagt bátar frá honum. Áhugin frá at smíða bátar starvar frá tíðini, tá Sámal sum heilt ungur vitjaði bátabyggjaran Andreas Hammer. Sámal er útbúgvin maskinsmiður og starvaðist í fleiri ár hjá Mekanis í Runavík. Síðan 2000 hevur hann starvast sum bátabyggjari burturav. Í 2007 smíðaði hann eitt 6-mannafar til Íslands, og eitt afturat var umbiðið til Íslands, og harafturat hevði hann 14 kappróðrarbátar á bíðilista. 6-mannafør, sum Sámal Hansen hevur smíðað. Miðvingur, 8-mannafar, smíðaður í 2011 Bretagne. Bretagne ella Bretania (Fornnorrønt: Syðra-Bretland, Bretland hitt syðra) (enskt "Brittany"; bretonskt: "Breizh"; gallo: "Bertaèyn") er ein hálvoyggj og landslutur í norður-vestur Fraklandi. Bretagne liggur millum Ermasund í norðan og Biscayaflógvan í sunnan. Landslutahøvuðsstaður er Rennes. Rennes. Rennes (franskt: "Rennes", bretonskt: "Roazhon") er ein býur í Fraklandi og landslutahøvuðsstaður í Bretagne. Rennes liggur í vestur Bretagne og hevur umleið 208.000 íbúgvar. Keltiskar tjóðir. Keltisku tjóðirnar er heitið ið nýtt verður um tey 6 økini har tey serskildu keltisku málini verða ella vórðu nýliga tosað. Bert tann eina tjóðin Írland er sjálvstøðug tjóð, hinar hava allar onkursvegna tilknýti til ella eru partur av øðrum fullveldisríkjum. Tær seks keltisku tjóðirnar. Hvør tjóðin hevur sítt egna keltiska tungumál. Í Skotlandi, Írlandi, Wales og Bretagne hava hesi mál verið talaði fram til okkara dagar, meðan á Isle of Man og í Cornwall doyðu málini út. Í hesum báðum seinastu støðunum hava áhugabólkar roynt at endurreisa málini og eru nøkur børn uppald við hesum málum sum "móðurmáli", eins og málini hava fingið ávísa almenna góðkenning, tó mest í sýmbolskum týdningi. Keltiskur samleiki. Keltisku tjóðirnar hava felags samleika á fleiri økjum, og tað finst formelt samstarv á t.d. tí politiska, málsliga, mentanarliga, tónleikarliga og ítróttarliga økinum. Hetta samstarv verður samskipað av The Celtic League. Keltisku tungumálini. "Høvuðsgrein: Keltisk mál" Keltisku tungumálini statistikkur, tølini eru uml. Bretonskt mál. Prosent bretonsk-talarar eftir øki, 2004 Bretonskt hoyrir til Brythonisku málini. Arresø. Arresø er størsta vatn í Danmark, 39,84 km2 til víddar. Arresø liggur í Sælandi, nærindis Ølsted og Frederiksværk. Um 1717 var stovnað Arresø Kanal sum knýtir saman Arresø og Roskildefjørður. Vágs kirkja. Altarið og altartalvan í Vágs kirkju Vágs kirkja er føroysk fólkakirkja suðuri í Vági. Kirkjan varð vígd 19. februar 1939, grundarsteinurin varð tó lagdur longu í 1927. Kirkjan er mitt í bygdini, hon liggur við høvuðsvegin Vágsveg beint við Vágs Skúla. Kirkjan er olmussukirkja, tað vil siga, at tá fólk eru í neyð kunnu tey lova olmissu til kirkjuna í Vági, sum eisini verður nevnt í Grindavísuni. Vers 22: “Jesus give, hun måtte dø, og Gud beskære os lykke; til kirken i Våg på Suderø, jeg skænker et altersmykke!” Í kirkjuni eru 4 vindeygu við glasmálningum, sum siga søguna um Jesus. Tað var Ernst Trier, sum málaði glasmálningarnar í 1959. Altartalvurnar. Í Vágs kirkju eru tvær altartalvur. Tann eina hongur uppi yvir altarinum, Th. Wegener málaði hana í 1864. Hon hekk í kirkjuni á Kirkjukletti, áðrenn henda kirkjan varð bygd. Kirkjan á Kirkjukletti varð síðan tikin niður og bygd uppaftur í Hovi. Altartalvan frá 1864 var keypt fyri gávur sum vóru komnar til kirkjuna. Hon kostaði 232 Rdlr 29 sh. Ramma er gjørd rundanum. Niðast stendur við gyltum bókstavum "Søger først Guds rige". Myndevnið er: "Jesus talar til kirkjuliðið". Ein uppaftur eldri altartalva er eisini í Vágs kirkju. Hon hongur á vegginum beint við prædikustólin. Kirkjan á Kirkjukletti varð sýnað í 1729, og tá bleiv skrivað, at har var ein nýggj altartalva í kirkjuni. Henda altartalvan hekk so har til tann nýggja kom í 1864. Tann gamla fórst illa av at standa uppi á loftinum, eitt skifti stóð hon undir einum vindeyga sum lak. Altartalvan endaði so á Tvøroyri, har hon var í fleiri ár til 1956, tá danski listamaðurin Ernst Trier var har og gjørdi okkurt arbeiði í Tvøroyrar kirkju. Poul Arni Poulsen, sum hevði ført altartalvuna til Tvøroyrar, bað Ernst Trier um at kanna altartalvuna og vita um hann ikki kundi restaurera hana. Ernst Trier tók hana so við sær til Havnar, har hann reinsaði hana, so litirnir gjørdist klárir aftur, og Fraser Eysturoy, modelsnikari í Havn, bøtti um hana. Henda altartalvan hongur sum nevnt nú í Vágs kirkju á norður vegginum við prædikustólin. Myndevnið er: "Hin heilaga kvøldmáltíðin". Bauhaus. Staatliches Bauhaus var lista- og byggiskúli í Týsklandi, sum virkaði frá 1919 til 1933, tá ið skúlin noyddist at stongja eftir trýsti frá nazistunum. Skúlin varð stovnaður af Walter Gropius í Weimar í 1919 við samanlegging av Großherzoglich Sächsische Hochschule für Bildende Kunst og Kunstgewerberschule. Skúlin flutti í 1925 til Dessau og í 1932 til Berlin. Gropius var skúlastjóri til 1928, síðan gjørist Hannes Meyer stjóri og at enda Ludwig Mies van der Rohe. Bauhaus stýlurin gjørdist seinni tann stílurin, ið ávirkaði mest innan nýmótans arkitektur, list og desein. Lærararnir, ið undirvístu á skúlanum, hildu fram at undirvísa kring um í heiminum, eftir at skúlin varð stongdur, og teir fluttu úr Týsklandi. Reese Witherspoon. Reese Witherspoon (fødd 22. mars 1976 í New Orleans, Louisiana) er ein amerikonsk sjónleikarinna. Hon fekk í 2005 ein Oscar fyri sín leiklut sum "June Carter" i filminum Walk the Line. Georgius. Gerorgius (eisini Sankta Georg (Sankta Jørundur?), danskt Sankt Jørgen), († uml. 275 – 280 Lydda (ella Kappadokia) - * 23. apríl 303 í Nicomedia, Bithynia í núverandi Turkalandi, var ein rómverskur hermaður ið gjørdist kristin pínslarváttur undir forfylgingum keisara Diocletians. Georgius og drekin. Søgnin um Sankta Georg og drekan, finst í fleiri útgávum. Hon kom til Vestureuropa við krossfararum ið komu heimaftur úr heilaga landinum. Ein av hesum søgnum sigur frá, at Georgius bjargaði staðnum "Silene" í Libya undan einum dreka. Í staðnum var ein hylur til støddar sum vatn, har ein sóttarberandi dreki dvøldist og hesin drekin eitraði alt umhvørvið. Til tess at tekkjast drekanum plagdi fólkið í Silene at fóðra hann við tveimum seyðum um dagin, og væntaði teim seyður, fóðraðu tey hann við teirra egnu børnum, útvald við lutakasti. Einaferð fall lutakastið á dóttur kongs, sum ið nøkrum søguútgávum verður rópt "Sabra". Kongsdótturin varð leidd til vatnið íklødd sum brúður, at verða føði drekans. Í hesi stund reið Georgius framvið vatninum, kongsdóttirin bað hann flýggja, men hann noktaði. Tá drekin kom upp úr vatninum, risti Georgius fyri sær kross og bjóðaði drekanum av, sitandi á rossabaki. Georgius særdi drekan og bað prinsessuna binda belti um hálsin á honum. Tá prinsessan so gjørdi, fylgdi drekin henni eins og var hann seyður. Georgius og prinsessan leiddu drekan inn í staðin Silene og fólk blivu ræslusligin tá tey sóu hann. Men Georgius ákallaði tey og segði at um tey samtyktu at gerast kristin og lótu seg doypa, so vildi hann drepa drekan. Kongurin og fólkið í Silene gjørdust kristin og Georgius vág drekan, og máttu fýra oskatrektir vognar til at koyra ræið út úr staðnum. Fimtan túsund menn, umframt kvinnur og børn, vórðu doypt til kristindómin. Á staðnum har drekin doyði, læt kongur byggja kirkju ognað Hini Sælu Mariu Moy og Sankta Jørundi, og frá altari hennara sprakk kelda hvørs vatn lekir allar sjúkdómar. Traditionelt hevur svørðið ið Georgius vág drekan við verið kallað "Ascalon", navngivið eftir býnum Ashkelon í Ísrael. Av hesi orsøk fekk persónliga flogfar Winston Churchills undir seinna veraldarbardaga navnið Ascalon, tí Georgius er verndarhalgimenni Onglands. St. George's Cross. a> hevur av vesturlendingum verið uppkallað eftir hesum halgimenni St. George's Cross ("Krossur Sankta Georgs") er reyður krossur á hvítum fána. Hann er vorðin flagg og býarmerki í fleiri londum og støðum har Georgius er verndarhalgimenni, t.d. í Onglandi, Georgia, Aragon, Grikkalandi, Genoa og Barcelona. Jeanne d'Arc. Jeanne d'Arc, málningur uml. 1485. Jeanne d'Arc, eyknevnd Moyggin úr Orléans, (fødd 6. januar 1412 í Domremy, Lorraine í Fraklandi − deyð 31. mai 1431 í Rouen) var ein kvinnuligur franskur herleiðari í síðstu fasuni av hundraðárskrígnum. Hon gjørdist halgimenni seinni. Jeanne d'Arc bleiv brend á báli fyri vranglæru í Rouen, men fekk uppreisn í 1456 og er nú ein fronsk tjóðarhetja. Hon bleiv kanoniserað (viðurkend sum halgimenni) av tí katólsku kirkjuni í 1920. Hon var ein bóndagenta sum hvørki dugdi at lesa ella skriva. Tað sigst, at hon sum 12-ára gomul hoyrdi røddir úr erva, sum bað hana um at halda seg frá kynslívinum og seinni eggjaði henni til at bjarga móðurlandinum. Karlamagnus. Karlamagnus ella Karl Mikli (latín: "Carolus Magnus", franskt/enskt: "Charlemagne", týskt: "Karl der Große") († 2. apríl 742/747 ella 748 - * 28. januar 814 í Aachen) var kongur í frankiska ríkinum frá 768 til deyðadags sín í 814. Eyknevnið "Mikli" ella "hin Stóri" fekk hann í sínari samtíð. Karlamagnus kenna vit frá føroysku Karlamagnusar kvæði. a>. Í høgru hond ber hann ímyndina av verðsliga valdinum, ríkissvørðið, í vinstru ímyndina av keisaravaldinum, ríkiseplið, t.e. jørðina. Týskt kort av frankiska ríkinum. Blátt = støddin á ríkinum tá Karlamagnus tók við valdinum. Appelsingult = Øki sum Karlamagnus innlimaði í ríkið. Gult = Øki ið vóru leysliga bundin at ríkinum. Sankta Pátrikur. Sankta Pátrikur (írskt "Naomh Pádraig", enskt Saint Patrick) - († uml. 386 - * (ætlandi) 17. mars 493 (møguliga 463), hesin dagur er nevndur Pátriksmessa eftir honum. Hann var breti, ið ungur varð rændur av írum, har hann var trælur í eini 6 ár, til honum eydnaðist at flýggja. Hann gjørdist prestur og biskupur, og seinni fór hann sum trúboðari aftur til Írlands, har hann átti týðandi lut í at kristna norðara og vestara partin av Írlandi. Hann virkaði í írlandi frá á 433. Í 7. øld var hann kanoniseraður (roknaður) sum verndarhalgimenni Ìrlands. Dagurin er írskur tjóðardagur og verður hátíðarhildin við stórum skrúðgongum. Í 2006 vóru umleið 1/2 mió fólk í skrúðgonguni í Dublin í Írlandi. Dagurin er halgidagur í Írlandi, og handlar, bankar o.a. hava vanliga stongt. Mynd av Sankta Pátrikki sum rekur út slangurnar úr Írlandi Slangur finnast ikki í Írlandi, og tað hevur fingið gitingar fram um at "Sankta Pátrikur rak slangurnar úr Írlandi", og tí er hann oftandi avmyndaður sum rekandi út slangur. Blásius. Sankta Blásius, (armenskt: Սուրբ Բարսեղ, "Sourb Barsegh"; grikst: Άγιος Βλάσιος, "Agios Vlasios") var lækni og biskupur í Sebastea í táverandi Armenia (Sivas í núverandi Turkalandi), deyður umleið ár 300. Tikin av døgum fyri trúar sakir. Av tí at hann bjargaði einum smádrongi, sum hevði sett eitt fiskabein í hálsin, varð hann tilbiðin sum verndari fyri hálsverk Blásius er halgimenni og er Blásiusmessa 3. februar. Klæmint I Pávi. Sankta Klæmint I av Róm. Akkerskrossur ella Sjófarakrossur, eisini róptur Sankta Klæmints krossur. Klæmint I Pávi, eisini Sankta Klæmint av Róm (á latínskum: "Clemens Romanus"), († ? - * uml. 107) var pávi ár 92-99. Vit vita, at hesin Clemens livdi í Róm, tá ápostulin Pætur var á døgum, og gjørdist triði maður í stóli hansara sum biskupur í Róm. Klæmint I var fyrsti Apostólski Faðirin í fornkirkjuni. Eftir øllum at døma hevur hann skrivað tað brævið, ið verður rópt Fyrra Klæmintsbræv, sum er frá árinum 96. Um Klæmint sjálvan eru nógvar halgisøgur, og sagt verður frá, at hann endaði dagar sínar við at verða blakaður í havið við einum akkeri um hálsin. Hann hevur síðani tá verið virdur sum ein av verndamonnunum hjá teim sjófarandi. Latínska navnið Clemens merkir hin mildi. Klæmintsmessa hevur navn eftir honum. Carl Lewis. Carl Lewis (føddur 1. juli 1961 í Alabama) vann níggju olympisk gullmerki í frælsum ítrótti og var níggju ferðir heimsmeistari í renning og longdarlopi. Lewis sleppur ikki at stilla upp til tingið í statinum New Jersey, sum hann hevði ætlað sær. Orsøkin er, at hann hevur ikki búð í statinum tey seinastu fýra árini, sum valreglurnar krevja. Lewis var annars komin á vallistan til undanvalið hjá demokratunum. Carl Lewis vaks upp í New Jersey. Hann hevur átt hús har síðani 2005 og hevur arbeitt á einum studentaskúla síðani 2007. Men myndugleikarnir eru komnir eftir, at hann hevur goldið skatt í Kalifornia, og at hann var skrásettur har sum veljari til fyri stuttum. Harafturat eigur hann hús í Kalifornia og hevur fyritøku har. Fyrri veraldarbardagi. Hernaðarligar samgongur undir Fyrra veraldarbardaga. Fyrri veraldarbardagi (enskt: "World War I", "WW1"; danskt: "Første verdenskrig") (upprunaligt "Tað stóra kríggið") var eitt heimsumfatandi kríggj, ið vardi frá 1. august 1914 til 11. november 1918 og fevndi um stóran part av Evropa, Miðeystri, Afrika og partvís í Suðureystur Asia. Kríggið kostaði yvir níggju milliónir mannalív og gjørdist harvið eitt av teim blóðugastu kríggjum í veraldarsøguni. Orsøkir til kríggið vóru m.a. verjusamgongur millum ymisk imperiir, har serliga Stórabretland og Frakland stóðu fyri fólkaræði, meðan t.d. Týskland og Eysturríki-Ungarn vóru keisaraveldi. Útloysandi faktorur bleiv "morðið í Sarajevo", sum var eitt morð framt av einum serbiskum bólki á krúnprinsin av Eysturríki-Ungarn. Sostatt byrjaði kríggið, sum eitt kríggj millum stórveldið Eysturríki-Ungarn og lítla Serbia. Men so komu fleiri lond uppí, tí mann hevði jú hesar ymsu hernaðarsamgongurnar. Nationalisma, m.a. í Serbia var eisini ein orsøk til kríggið og kapping um hjálond. Jákup hin Rættvísi. Jákup hin Rættvísi stundum "Jákup, Jesu bróðir" ella "Jákup, bróður Harrans", deyður uml. ár 62 e.Kr. (samb. Josephusi og Jerome) ella ár 69 e.Kr. (samb. Hegesippusi, Clementi av Alexandria og Eusebiusi av Cæsarea). Jákup var sambært Markus 6,3 og Matteus 13,55 í Nýggja Testamenti eitt av Jesu holdsligu systkjum. Hin Rættvísi. Jákup var ein frómur jødi, og hann varð sagdur at vera heilagur frá móðurlívi; "hann drakk ikki vín og át ikki kjøt. Hann rakaði sær ongantíð, eiheldur hann salvaði seg við olju, ella vaskaði sær í hitaðum vatni. Einans honum varð loyvt at fara inn í tað allarheilagsta tí hann varð ikki íklæddur ullint men línklæði; hann var vanur at fara einsamallur í templið, og sást ofta liggjandi á knøum í bøn fyri fólkið, so hansara knø vórðu hørð eins og á kameli. Vegna henda rættvísa levnað varð hann róptur "Hin Rættvísi"." (Hegesippus (100-180 CE)) Umvending. Jákup kom ikki til trúgv á Jesu læru fyrr enn Jesus var krossfestur og upprisin frá deyðum. Eftir umvendingina gjørdist Jákup ein av leiðarunum í frumsamkomuni í Jerusalem (Apostlasøgan 15,13) og í Galatabrævinum 1,19 lýsir Paulus hann sum ein apostul. Jákup verður eisini settur í samband við semjuna ið kom í lag á apostlafundinum umleið ár 50, viðvíkjandi reglunum ið heidningar skulu fylgja, tá teir venda um til kristindómin; at teir skulu umganga kjøt frá offurdjórum, hordóm og blóð, hetta í minsta lagi, fyri at vera í tráð við siðbundnu jødisku reinleikalógirnar. "Men viðvíkjandi teimum heidningunum, sum hava tikið við trúgv, hava vit sent bræv og gjørt av, at teir ikki skulu halda nakað tílíkt, men at teir bert skulu vara seg fyri skurðgudaofri og blóði og tí kvalda og hordómi" (Apostlasøgan 21,25) Pínslarvátsdeyði. "Teir skriftlærdu og farisæarnir ið óttaðust at alt fólkið fór at taka við trúgv á Jesus, bóðu Jákup um at fara upp á tempulsvongin og tala til fólkið ið var samlað har í samband við páskirnar, og yvirtala tey um ikki at taka við vranglæru. Hartil svaraði Jákup: 'Hví spyrja tit meg um Jesus Menniskjusonin? Hann situr á himni við høgru hond hins alvalda, og skal koma aftur í skýnum.' Og tá nógv róptu 'Hosannah sonur Dávids' kastaðu teir skriflærdu og farisæarnir hann oman av templinum og steinaðu hann. Áðrenn hann doyði segði Jákup: 'Harri, Gud, Faðir, fyrigev teimum, tí tey vita ikki hvat tey gera'. Tá rópti ein av rechabitunum: 'Steðgið! Hvat gera tit? Hin rættvísi biður fyri tykkum'. Tá tók ein úr mannamúgvuni, ein tóvari, ein lurk ið hann nýtti at sláa klæði við og slerdi hin rættvísa í høvdið. Soleiðis leið hann pínslarvátsdeyðan. Tey gróvu hann á staðnum við templið, har minnisvarði hansara enn stendur." Sum tann einasti persónurin í Nýggja Testamenti verður Jákup eisini umrøddur av einum samtíðar ikki-kristnum høvundi, Josephus, ið sigur at Jákup uml. ár 62 e.kr. varð dømdur av høvuðsprestinum Anan ben Anan ("Ananus ben Ananus", "Hannas ben Hannas") og síðani steinaður til deyðis. Sí eisini: Jákup, sonur Sebedeusar og Jákup, sonur Alfeusar Cecilia (dagur). Cecilia er heitið á degnum 22. november, uppkallaður eftir Ceciliu. Cecilia. Cecilia, ella Sankta Cecilia (latínskt Sancta Caecilia), deyð umleið ár 225. Rómversk genta, sum frá barnsbeini hevði verið kristin. Foreldur hennara góvu hana í hjúnalag við heidnan ungan mann, Valerianus, men sjálva brúðarnáttina umvendi hon hann. Varð tikin av døgum í Róm sum pínsluváttur. Rómverskt ættarnavn, ið merkir tann blinda. Móðir Sigmund Brestisson, ið helst var keltisk kristin, æt Cecilia eftir hesi kvinnu. Sæland. Sæland (danskt: "Sjælland") er størst oyggj í Danmark og í alt Eystarasalt. Hon er 7.031,3 km2 í vídd og hevur (2014) 2 224 773 íbúgvar. Størsti býur í Sælandi er Keypmannahavn. Storebæltsforbindelsen knýtir saman Sæland og Fyn, og Øresundsforbindelsen knýtir saman Sæland og Svøríki. HC Zubří. Handball Club Zubří er eitt kekkiskt hondbóltsfelag frá Zubří. Tað var stovnað í 1926. HC Zubří var kekkiskur meistari í 1996 og 1997. SK Sigma Olomouc. SK Sigma Olomouc er eitt kekkiskt fótbóltsfelag frá Olomouc. Tað var stovnað í 1919. Alessandria. Alessandria ("Lisòndria") er ein býur í Piemonte í Italia. Alessandria er høvuðsbýur í Piemonte. Fólkatalið í býnum er 93.922 fólk (2009). Býurin liggur millum áirnar Tanaro Bormida, umleið 90 kilometrar í ein landsynning av Torino. Torino. Torino (piemonesiskt mál): "Turin") er ein býur í Italia og høvuðsbýur í landslutinum Piemonte. Í Torino búgva umleið 910.000 fólk. Býurin er miðdepil fyri mentan og vinnulív í Norðuritalia. Størsti parturin av Torino liggur við vestara áarbakka av Po ánni, við Susa Dalin og er umgirdur av tí vestara Alpuboganum. Um alt býarøkið verður talt við, so kemur fólkatalið upp á 1,7 milliónir, og um alt upplandið til býin verður talt við, kemur fólkatalið upp á 2,2 milliónir fólk. Torino er kendur fyri tey mongu listasavnini, kirkjur, slott, operahús, viðarlundir, torg, havar, sjónleikarhús, bókasøvn, søgulig søvn og onnur støð. Býurin er eisini kendur fyri sín barokka, rokoko, neo-klassiska og Art Nouveau arkitektur. Fleiri av teimum almennu torgunum, slottunum, havunum teimum elegantu "palazzi" so sum "Palazzo Madama", vóru bygd í 16. og 18. øld, eftir at høvuðsstaðurin hjá Duchy ov Savoy (seinni Kongadømi Sardinia) var flutt til Turino frá Chambery (nú á døgum Frakland) sum ein liður í at vaksa um býin. Søga. Í fyrstu øld f.Kr. var ein rómversk hernaðarstøð "Castra Taurinorum" sett á stovn í Torino. Ítróttur. Fótbóltur er tann mest týðandi ítróttargreinin í Torino, og býurin hevur tvey fótbóltsfeløg, sum spæla í bestu italsku fótbóltsdeildini: Juventus F.C., sum varð stovnað í 1897 og Torino FC, sum varð stovnað í 1906. Juventus ein tað mest vinnandi fótbóltfelagið í Italia og eitt av týdningarmestu fótbóltsfeløgum í heiminum. FISA (stytting fyri: "Fédération Internationale des Sociétés d'Aviron" - Altjóða Róðrarsambandið) varð stovnað í Torino í 1892. Torino var vertsbýur fyri Vetrar OL í 2006. Asti. Asti er ein býur í útnyrðings Italia í Piedmonte regiónini. Í Asti búgva umleið 74.300 fólk. Fólk hava búð har í økinum síðan yngru steinøld. Býurin liggur umleið 55 km eystanfyri Torino. Býurin er høvuðsbýur í Asti Regiónini. Eitt kent tiltak, sum verður fyriskipað á hvørjum ári í býnum er Palio di Asti, sum er kapprenning við hestum, har riddararnir sita á hestabakinum uttan saðil. Tiltakið verður hildið á trýkantaða Piazza Alfieri triðja sunnudag í september og er tað elsta av sínum slag í Italia. Eina viku áðrenn hetta verður ein matfestivalur hildin í býnum, á enskum verður tað nevnt "Asti's Festival of Festivals", á italskum máli: "Festival delle sagre astigiane". Asti Jarnbreytastøðin læt upp í 1849 og er ein liður í Torino-Genova jarnbreytini og Castagnole–Asti–Mortara jarnbreytini. Tey trý grannaøkini Asti, Cuneo, og Alessandria skapa Langhe og Monferrato fjallalendi mitt í Piedmont økinum, har eru stórar mongdir av kálksteini og sandsteini, sum Adriatarhavið hevur ført við sær fyri umleið 5 milliónum árum síðan. Grannaøkini framleiða eisini reyðvín, sum er millum tey bestu í Italia, umframt nøkur sløg av góðum hvíttvíni. Asti býur er miðdepilin í hesum økinum, og er størsti býurin av hesum vælkenda vínøki. i Vercelli. Torgið Piazza Cavour og Torre dell’Angelo Vercelli (piemonesiskt mál:"Versèj") er ein býur og kommuna í Italia. Í Vercelli búgva umleið 46.393 fólk (2012). Býurin liggur í Piemont í Norðuritalia. Vercelli er ein av elstu býunum í Norðuritalia. Sambært flestu søguligum keldum, so varð býurin stovnaður umleið ár 600 á.Kr. Býurin liggur við ánna Sesia á slættanum frá ánni Po, millum Milano og Torino. Málini ið verða tosað í Vercelli eru italskt og piemonesiskt. Tann piemonesiska dialektin ið verður tosað í býnum verður rópt "Varsleis". Heimsins fyrsta fróðskaparsetur (universitet), ið var sett á stovn fyri almennar pengar, varð stovnað í Vercelli í 1228, men læt aftur í 1372. Í dag er ein lærdur háskúli har við deildum fyri bókmentum og filosofi, lærdi háskúlin er ein partur av "Università del Piemonte Orientale". Harumframt er eisini ein fjarlestardepil, sum er ein partur av Politecnico di Torino. Veðurlag. Vercelli hevur kaldar vetrar við mjørka, har meðalhitin liggur um 0,4 °C í januar, meðan hitin um summarið liggur um 23,45 °C í juli. Tað regnar mest um varið og um heystið. Torusláttur er mest vanligur um summarið. Novara. Novara ("Noara", Nuàra í tí lokalu lombardesisku dialektini) er høvuðsbýurin í Novara landslutinum í Piemonte økinum í útnyrðings Italia. Býurin liggur vestanfyri Milano. Býurin er næststørstur í Piemonte økinum, næst eftir Turino. Har búgva umleið 102.000 fólk. Kuneo. Cuneo (piedmonesiskt: "Cuni") er ein býur og kommuna í útnyrðings Italia, tætt við markið til Frakland í Kuneo landslutinum í Piemonte regiónini. Piemonte er tann triðstørsta regiónin í Italia eftir stødd. Býurin liggur við Tær Maritimu Alpurnar og við tað 11 kilometra longu "Stura di Demonte" ánna. Grannakommunurnar eru: Boves, Busca, Cervasca, Vignolo, Beinette, Peveragno, Castelletto Stura, Caraglio og Tarantasca. Cuneo kommuna varð stovnað 1198, har búgva umleið 55.000 fólk. Undir Seinna Heimskríggi, frá 1943-45, var Cuneo miðdepil fyri italsku mótstøðurørsluna móti týskarunum. Ein servøra frá Cuneo er "Cuneesi al rhum", sum er sjokoláta, sum er fylt við fyllu við róm í. Michelle Ferrero. Michele Ferrero varð føddur í Dogliani, Cuneo í 1925, hann er eigari av Ferrero sjokoláta fyritøkuni, sum er ein av teimum størstu av sínum slag í Evropa, og selur fyri umleið 19 billiónir dollarar um árið. Vørumerki hjá fyritøkuni eru eitt nú Nutella, Mon Chéri, Kinder Chocolate, Ferrero Rocher, Tic Tacs og Kinder Egg. Hann er næstríkasti persónur í Italia, bert Silvio Berlusconi er ríkari enn hann. Verbania. Verbania er ein býur og kommuna í Italia, sum liggur við Maggiore Vatnið í Piemonte í útnyrðings Italia, umleið 91 km í ein útnyrðing av Milano og umleið 40 km frá Lokarno í Sveis. Verbania-Pallanza jarnbreytin læt upp í 1905 og gongur gjøgnum býin. Jarnbreytin er ein partur av Milan–Domodossola jarnbreytini. Í Verbania búgva umleið 30.310 fólk. Verbania liggur 197 metrar yvir havinum, kommunan fevnir um eitt økið á 37 km2 Al-Qaeda. Al-Qaeda (á arábiskum "القاعدة‎"), á føroyskum ofta nevndur Al-Kaida, er ein islamskur bólkur av yvirgangsfólkum, sum hevur tað uppgávu at fremja álop á lond sum USA og Bretland. Tað er eitt álvarssamt bakkast fyri yvirgangsfelagsskapin Al-Qaeda og tær víðgongdu islamistisku rørslurnar sum heild, at Osama bin Laden er deyður. Osama bin Laden hevur havt eina sera sterka støðu sum tann stóra fyrimyndin hjá Al-Qaeda, so hetta er eitt sera stórt bakkast fyri felagsskapin. Samstundis er hetta ein stórur sigur fyri stjórnina hjá Barack Obama (D) og Amerika. Næstovasti í felagskapinum er 59 ára gamli, Ayman al-Zawahiri úr Egyptalandi, men hann er ikki so væl skorin fyri tungubandið sum bin Laden. Ayman al-Zawahiri er lækni, men hann hevur vígt lív sítt til islamska læru og jihad. Hildið verður, at tað var hann, sum legði álopið á USA 11. september 2001 til rættis. Roknað verður við, at Ayman al-Zawahiri verður ovasti í Al-Qaeda, í øllum førum eitt skifti, men felagskapurin verður noyddur at finna sær ein nýggjan leiðara í yngra ættarliðinum. Hildið verður, at hann krógvar seg á markinum millum Pakistan og Afghanistan. Annars fer felagskapurin at hava ilt við at finna nýggjar limir. Islamska trúgvin og muslimar verða oftani sæddir sum terroristar, tí at yvirgangsbólkurin Al-Qaeda eru eins og tey muslimar, og teir seta ringt ljós á allan muslimska heimin. Tjernobyl vanlukkan. Ólukkan á kjarnorkuverkinum í Tjernobyl hendi leygardagin 26. apríl í 1986. Býurin er í Norðurukreina, tætt at markinum til Hvítarusslands og í nánd av býnum Prypiat. Ukreina var tá lýðveldi í táverandi Sovjetsamveldinum. Ólukkan, ið verður roknað sum heimsins versta kjarnorkuólukka, hevði við sær, at "Reaktorur IV" sprongdist, og tá hann ikki var bjálvaður - við tjúkkum betongi ella øðrum geislatálmandi tilfari, um ólag skuldi hent - hevði sprongingin við sær, at skýggj við geislavirknum avfalli fóru út í rúmdina. Við vindi og avfalli spjaddist hetta útlátið yvir partar av Vestursovjetsamveldi, Evropa, Norðurlond og heilt til eystara part av Amerika. Stórir partar av Hvítarusslandi, Russlandi og Ukreina vórðu illa dálkaðir og 336 000 fólk máttu flytast burtur og hýsast aðrar staðir. Mongdina og um hvussu stórt øki, geislavirkið avfall spjaddist, valdar ivi um. Sambært eini sveisiskari frágreiðing, endaði 60 % av avfallinum í Hvítarusslandi, meðan grønir flokkar og umhvørvisfelagsskapir í Evropa vilja vera við, at helmingurin av avfallinum endaði uttan fyri tey trý fyrrverandi Sovjetlýðveldini. Catalinaoyggj. Catalinaoy (alment enskt heiti: "Santa Catalina Island") er oyggj uttanfyri kalifornisku vesturstrondini. Hon er sum nógvar aðrar Kyrrahavsoyggjar undir USA. Fólkatalið er umleið 4000. Oyggin hevur tvær bygdir, Avalon og Two Harbors. Nógv tað størsta plássið er býurin Avalon, sum við sínum 3,728 fólkum hevur umleið 85 % av fólkatalinum. Í oyggjinum búðu, tá ið teir hvítu komu hagar, Tongva-indianar. Indianar nomu land har um 7000 f.Kr. Teir hava sítt egna mál - tongvanskt (doyði út í 1970unum). Orizabafjøll (639.2 m.) er hægsta fjall á Catalinaoynni. Hóast fá fólk búgva á oynni, so koma nógv fólk har um summari. Grundarlagið undir búskapinum er ferðavinna. Ferðavinnan hevur óvurstóran týdning fyri catalinska búskapin. Mest er tað heita veðrið, strendurnar og víkurnar, sum draga fólk higar. Eitt annað, ferðafólk koma at síggja, eru vøkru bygningarnir. Fleiri enn 1 mió. ferðafólk fara til Catalina á hvørjum ári. Ferðasamband er sjóvegis við Catalina Express og luftvegis við tyrluni ella flogfari. Catalina Express siglir 10-12 ferðir um dagin av Long Beach og Dana Point. Miðskeiðis á oynni er flogvøllur; Catalina Airport er einasti flogvøllur. Umframt einastandandi vakra náttúru, finnast golfbanar á oynni. Tað er møguleiki fyri hvalasafari, djúphavsfiskiskapi, kaving, golf og tennis á sera góðum banum. Sera nógvar matstovur eins og fjølbroytt úrval barrum, nátklubbum og kasino ("Catalina Casino"). Hitin er sera javnur, alt árið, ikki ov heitt ei heldur ov kalt. Oyggin er millum annað nevnd í sanginum "26 miles" hjá Four Preps. Eisini verður hon viðhvørt umtalað sum frítíðarstað í amerikanskum spælifilmum. Avalon. Avalon er størsti býur í Catalinaoy í Kalifornia. Fólkatalið í 2010 var 3.728. Altjóða Gjaldoyragrunnurin. Altjóða Gjaldoyragrunnurin (enskt: International Monetary Fund, ofta stytt IMF) varð stovnaður 27. desember 1945 við Bretton Woods-avtaluni. Florida Keys. Florida Keys eru um 1700 koralloyggjar, ið eru stutt suður úr strondini í Florida, USA. Í alt eru 4500 oyggjar, holmar og sker í Florida Keys. Nógv tað størsta plássið er býurin Key West, sum við sínum 25.478 íbúgvum hevur umleið 32 % av fólkatalinum. Sunnasti parturin av fastlandinum Florida er Key West. Tann oyggjabólkur er suður úr Suðurflorida, tú koyrir eftir 42 brúm suður í hav - og tá ert tú einans 130 fjórðingar úr kommunistiska landinum Kuba. Florida Keys byrjar við Floridahálvoynni, umleið 24 km suður úr Miami. Har er tropuveðurlag, og sólin skínur hvønn dag. Nógv ferðafólk leita sær tí til Key West. Willie Nelson. Willie Hugh Nelson (føddur 30. apríl 1933 í Abbott, Texas í USA) er ein amerikanskur countrysangari og sangskrivari, rithøvundur, yrkjari, sjónleikari og kannabis-aktivistur. Han gjørdist kendur við sínum sokallaða "outlaw country" tónleiki í 1970'unum, og hevur framvegis ikoniskan status, serliga innan amerikanska poppmentan. Nelson hevur givið tónleik út síðani tíðliga í 1960'unum, og hann hevur framført kendar sangir sum "On the Road Again", "Highwayman", "Blue Eyes Crying In the Rain", "City of New Orleans", "Funny How Time Slips Away" og "Always On My Mind". Hóast komin væl til aldurs so heldur Willie Nelson fram við at túrnera og upptraðka við konsertum og peningainnsavnan til vælgerandi endamál saman við øðrum kendum tónleikarum, m.ø. Bob Dylan, Neil Young, og Dave Matthews. Hann hevur eisini hildið fram við at gera nýggjar innspælingar, gjarna í nýggjum sjangrum, so sum reggae, blues, jazzi, fólkatónleiki og poptónleiki. Virðislønir. Grammy Legend Award, eisini rópt Grammy Living Legend Award, er ein amerikanskur tónleikaprísur, ið Recording Academy lutar út til listafólk, sum gjøgnum íkast yvir eitt langt tíðarskeið hava havt stóra ávirkan á tónleikaídnaðin. Willie Nelson fekk tillutað henda prísin í 1990. Í 2000 fekk hann tillutað ein Grammy Lifetime Achievement Award. Blockoy. Blockoy (alment enskt heiti: Block Island) er oyggj uttanfyri amerikonsku eysturstrondini. New Shoreham er einasti býur. Laos. Laos er eitt lýðveldi í Asia. Høvuðsstaður er Vientiane. Laos er kommunistiskt ríki og er av fátækastu og avbyrgdastu londum í heiminum. Tríggir fjórðingar av fólkinum eru bøndur, og flestu teirra dyrka ikki meira enn til dagligt breyð. Í Mekongdali er fruktagott, men hálendið er berligt og ónýtiligt sum landbúnaðarjørð. Men nógv gull og onnur steinsløg eru í Laos; eisini er nógvur skógur, og kaffi verður dyrkað.Hmongfólkið og onnur fólkasløg hava í øldir livað fyri seg sjálvi í fjarskotna hálendinum í Laos. Tey dyrka mais og rís til matna og dreymsóljuna, sum tey selja. Men drúgvu kríggini á hesum leiðum tóku lutvíst grundarlagið undan hesum gamla lívshátti, og mong hmongfólk eru rýmd av landinum. Stórsligna Vinabrúgvin um Mekongá, stutt frá høvuðsstaðnum Vientiane, varð latin upp í 1994. Í 2007 læt Onnur Vinabrúgvin upp. Laos er avbyrgt frá havinum - hevur onga strond. Brúgvarnar eru einasta beinleiðis samband við Teiland og havnabýirnar har. Lao Airlines er almenna flogfelagið í Laos. Tað var stovnað í 1976 og eigur 14 flogfør. Felagið flýgur innanríkisrutur og altjóða rutur til Kina, Kambodja, Tailands, Vietnam og Singapor. Usbekistan. Usbekistan (usbekskt: O'zbekiston) er eitt lýðveldi í Asia. Høvuðsstaður er Tasjkent. Usbekistan var fyrr ein partur av Sovjetsamveldinum, men gjørdist sjálvstøðug tjóð hin 1. september 1991. Fólkatalið í Usbekistan er umleið 30,2 milliónir (2013). Usbekistan er eitt av ríkastu og fjølbygdastu londunum í Mið-Asia. Stórt ráevnistilfeingi er í Usbekistan. Har er nógv olja, gass, kol, gull og uran. Stór gassleiðing er løgd úr Bukhara og norður til Uralfjøll í Russlandi. Men gassið verður eisini nýtt í usbekiska ídnaðinum, til dømis í evnafrøði-ídnaðinum og maskin- og flogfaraídnaðinum. Landslagið er skiftandi; tveir triðingar eru oyðimørk og turrar grasfløtur; men har eru eisini fruktagott lendi og stríðar áir og snjótakt fjøll. Gomlu býirnir fram við Silkivegnum eru farnir at draga nógv ferðafólk til sín, og útlendskar fyritøkur eru uppi í at gagnnýta stóra ráevnistilfeingið og góðu vatnorkumøguleikarnar. Usbekistan er fjórðstørsta bummullarland í heiminum. Usbekar nevna bummull "hvíta gullið". Silkivegurin er navnið á forna handilsvegnum úr Kina, ígjøgnum Mið-Asia, Miðeystur og til Evropa. Mangir gamlir islamskir býir, ið vóru handilsmiðdeplar, eru fram við vegnum. Ímillum teirra eru Samarkand, við mongum vøkrum islamskum bygningum, og Bukhara, sum er pílagrímsbýur hjá muslimum, og Tasjkent, høvuðsstaðurin í Usbekistan, sum er gitin undir navninum "gosbrunnabýurin". Armenia. Armenia (armenskt mál: Հայաստան, Hayastan, Hayq) er eitt lýðveldi í Asia. Tað er eitt land við høgum fjøllum. Høvuðsstaðurin eitur Jerevan. Landið hevur mark móti Georgia í norði, Aserbadsjan móti eystri og Turkaland og Iran móti suðri. Landið liggur mitt í millum eystur og vestur, bæði í Evropa og í Asia. Fólkatalið í Armenia var 3.015.100 í 2014. Hetta lítla fjallalandið var minsta lýðveldi í gamla Sovjetsamveldinum. Armenia var fyrsta kristna landið í heiminum. Øll grannalondini uttan Georgia eru muslimsk. Landið er avbyrgt frá havinum og má tí nýta vegakervið í grannalondunum, tá ið teir flyta út og flyta inn vørur; men stríð við bæði Georgia og Aserbadjan hevur havt við sær, at týdningarmiklar vørur hava trotið, t.d. brennievni. Landbúnaður er høvuðsvinna í Armenia. Í hálendinum ganga neyt og seyður á biti, og á láglendinum dyrka bøndurnir korn og fruktrø. Aserbadsjan. Hægsta fjallið í Aserbadjan, Bazarduzu. Aserbadsjan er eitt lýðveldi í Asia. Aserbadjan gjørdist fyrsta frælsa lýðveldi í muslimska heiminum í 1918, men tvey ár seinni, í 1920 gjørdist landið partur av Sovjetsamveldinum til 1991. Fólkatalið er 9.165.000 fólk (í 2011). Asejbadjan er tað størsta landið í Kaukasus regiónini í Evrásia. Grannalondini eru: Russland fyri norðan, Georgia mót útnyrðingi, Armenia mót vestri og Iran móti suðri. Hetta heita, turra landið er við Kaspiska Hav. Í 8. øld kallaðu persar hetta landøkið Aserbadjan, "eldslogalandið", tí at brennandi gass setti upp úr jørðini. Aserbadjanar eru turkiskir muslimar, sum hertóku landið í 11. øld. Seinastu árini hevur drúgvt tjóðskaparstríð verið ímillum ymisk fólkasløg í landinum. Eisini hevur blóðugt marknastríð verið ímillum Aserbadjan og Armenia. Landafrøðiliga er Aserbadjan partur av Asia, men mentanaliga er landið, umvegis Sovjetsamveldið, vorði alt meira evropeiskt. Sum dømi um hetta kann nevnast, at Aserbadjan síðan 2008 hevur luttikið í Eurovision. Í 2011 vann Aserbadjan kappingina við sanginum Running Scared. Eldar og Nigar eita tey bæði úr Aserbadjan, sum vunnu Grand Prix kappingina 2011. Saman kalla tey seg Ell/Nikki. Fyri tað, at olja varð funnin í londunum við Persaflógva, kom helmingurin av allari olju í heiminum úr ovurstóru oljukeldunum tætt við aserbadjanska høvuðsstaðin Baku. Nú á døgum bora aserbadjanar eftir olju av boripallum í Kaspiskahavi. Vegakervið og ravmagnsorkuverkini til oljuídnaðin hava verið við til at menna annan ídnað, t.d. klædnaídnað. Bangladesj. Fólkalýðveldið Bangladesj (bengali: "গণপ্রজাতন্ত্রী বাংলাদেশ") er eitt land í Suðurásia. Bangladesj hevur bara mark við India. Í 1971 tók Eysturpakistan loysing frá Vesturpakistan og stovnsetti nýggja ríkið Bangladesj. Almenna málið er bengali. Bangladesj er av fátækastu og fjølbygdastu londum í heiminum, har eru eisini javnan melduródnir og vatnflóð, helst fram við strondini. Landið Bangladesj er í einum stórum áarósa og verður ofta rakt av svárari yvirflóð. Hóast vatn er mestsum allastaðni, er tað ofta ringt hjá fólki at finna reint drekkivatn í Bangladesj. Í mong ár hevur arbeitt verið við at fáa tamarhald á áunum, tálma fólkavøkstrinum og menna og nútímansgera ídnaðin og landbúnaðin. Nýtt ríki í Bengali. Í 1947 varð India býtt sundur, og islamska ríkið Pakistan varð sett á stovn Í Landnyrðings- og Útnyrðingsindia, har muslimar vóru í stórum meiriluta. Men 1600 km. vóru ímillum Eysturpakistan og Vesturpakistan við Bengalhav, og landafrøðiliga býtið varð atvold til spent viðurskifti ímillum ríkispartarnar, tí at eysturpakistanar søgdu, at ríkistingið, ið var í Vesturpakistan, eyðrændi og vanrøkti Eysturpakistan. Í 1954 fór Awami-fylkingin við Sheikh Mujibur Rahman (fødd 17. mars 1920 – deyð 15. august 1975) á odda at stríðast fyri, at Eysturpakistan fekk sjálvstýri. Fylkingin vann tryggan valsigur í 1970, men Vesturpakistan stýtti fyri at geva Eysturpakistan sjálvstýri. Borgarakríggj brast á, og 10 milliónir bengalar (eysturpakistanar), flýddu til India. Indiski herurin legði uppí, og stutt kríggj brast á ímillum Pakistan og India. Pakistanski herurin gav seg skjótt undir, og í 1972 lýsti Eysturpakistan seg sum frælst ríki, nevndi seg Bangladesj, og ríkisovasti gjørdist Rahman. Dálking. Eitt av heimsins størstu umhvørvisvandamálum er dálking av drekkivatni. Fleiri enn 3 milliónir borihol eru dálkað við arseni um allan heim. Bangladesj er helst tað landið sum hevur størstu trupulleikar av dálkaðum drekkivatni. Hóast myndugleikarnir í Bangladesj hava roynt at bøtt um heilsuviðurskiftini, er deyðstíttleikin høgur, helst millum børn í fjarskotnu bygdaløgunum. Hetta kemst fyrst og fremst av vánaligum mati og dálkaðum drekkivatni, ið er atvold til sjúkur, ið smitta illa, til dømis kolera. Lækna- og heilsurøktarlið fara um alt landið at koppseta fólk fyri umfarssjúkur og at greiða teimum frá góðum kosti og fyribyrgjandi evnum. Landafrøði. Bangladesj er fruktagott land og væl velt. Tann vátliga jørðin og tað fruktagóða gruggið, sum fellur á velturnar í regntíðini, eru frálík at hava til t.d. rís ella jutu. Skógir. Á oyrareingjunum vaksa tjúkkir skógir av pílum, bambus og mangrovtrøum. Trøini hava djúpar røtur í oyrini og festa soleiðis tað fína gruggið, so hvørt tað kemur. Í regntíðini standa áareingirnar undir í vatni, tí áirnar svølgja ikki tað mikla regnið, sum tá kemur niður. Tá ið áarførið herjar í regntíðini, verður ofta skaði á bæði jørð og hús. Men nú hava teir bygt nógvar stórar byrgingar niðan ígjøgnum áardalarnar, so at vatnið skal standa í dølunum og ikki sleppa oman, fyrr en brúk er fyri tí. Uppi undir byrgingunum byggja teir elvirki, sum veitir teimum ídnaðarmegi, so at teir kunnu gera tøð at koyra á bøin og landbúnaðaramboð at arbeiða jørðina við. Áir. Meginparturin av Bangladesj eru oyrarnar, sum eru við munnan á teimum trimum stóru áunum Ganges, Brahma-putra og Meghna. Í regntíðini (juni-oktober) floyma áirnar upp um áarbakkarnar og bera nógva runu við sær, runan taðar jørðina ógvuliga væl. Men vatnflóðin kann stundum eisini elva til stórvanlukkur fólk og fenaður umkomast, og hús og grøði verða skolað burtur. Hóast vandi javnan er fyri hesum, býr mesta fólkið í Bangladesj í smáum bygdum, spjaddar um allar oyrarnar. Oman úr tí parti av Himaleiafjøllunum, sum tað nógva regnið kemur niður í regntíðini, koma tvær av heimsins størstu áum, Brahmaputra og Ganges. Áirnar koma við óførum mongdum av leiri, sandi og gruggi og leggja við áarmunnarnar úti við Bengaliuhavið. Gruggið er eisini lagst á botnin inni í Bengaliuhavinum og hevur fylt upp í stórar víddir av tí, og fyllir meiri og meiri á hvørjum ári. Har er tí eisini hemsins størsta oyri. Áirnar renna út eftir allari oyrini í óteljandi áarørmum. Oyrareingirnar og landið uttan um kalla menn Bengalia. Veðurlag. Sermerkstasta veðurlagsfyribrigdi er monsunurin, sum hvørt summar lýggjur og vátur kemur uttan av havi inn yvir næstan alt Indianes. Monsun er eitt arábiskt orð, sum merkir árstíð, men hevur í USA og Evropa fingið annan týdning. Har merkir tað tann vindur, sum liggur eina vissa árstíð. Monsunin er ógvuliga lík sólvindi hjá okkum, tí tá ið tann syðri parturin av tí velduga landinum í Ásia er hitnaður til fulnar, streymar luftin av jørðini uppeftir, og har verður eitt tómrúm, sum onnur luft skundar sær i. Henda luftin kemur haðani, sum tað er kaldast. Um summarið er havið tað kaldasta, og tí kemur vindurin haðani. Men miðskeiðis í juni skiftir hann ætt, og vindurin kemur av útsynningi ella suðri. Tá byrjar summarmonsunin. Í Bangladesj er tropuveðurlag og tríggjar árstíðir. Í mars mánaði byrjar tann heita árstíðin og heldur á út í miðjan juni. Regntíðin byrjar miðskeiðis í juni og endar einaferð í september. Tann kaldara árstíðin byrjar í oktober og endar seinast í februar. Tá ið mars mánaður er komin, byrjar tann heita árstíðin, hvør dagur verður heitari enn annar, jørðin sprotnar og botntornar, og luftin er tjúkk og turr í moldroki. So heitt er í veðrinum, at eingin fær arbeitt úti uttan tíðliga um morgunin ella seint á kvøldi. Mítt um dagin halda fólk seg inni við lúku fyri vindeygunum. Summi ár regnar so illa, at tað verður vatnflóð, ið elvir stóran skaða. Monsunurin kemur av útsynningi um summarið og av landnyrðingi um veturin. Tá ið summarmonsunurin kemur uttan av Indiahavi, hevur hann lýggja og váta lut við sær, sum verður regn yvir turra og heita meginlandinum. Náttúruvanlukkur. Tey 162 milliónir fólkini í Bangladesj búgva í einum hinum fátækasta og mest vanlukkurakta landinum í heiminum. Ódnirnar elva mangan til ræðuligar náttúruvanlukkur. Ódnir koma javnan inn yvir landið uttan av Bengalhavi og hava við sær, at storm- og vatnflóð vera á lágu oyrunum suðuri í landinum. Ódnirnar hava ofta tikið tíggjutúsundtals mannalív og hava gjørt upp aftur fleiri heimleys. Muhammed Yunus (fødd 28. juni 1940) fekk Nobelvirðislønina í 2006 fyri arbeiði sítt, at hjálpa teimum fátæku í Bangladesh og øðrum londum. Veðurlagsbroytingar. Bangladesj er ringast fyri, tí landið er í sera stórum vanda fyri at verða rakt av bæði turki og hungri. Aftrat hesum dragast bangladesjarnir við umfatandi fátækradømi og landbúnaðartrupulleikum. Júst landbúnaðurin er tað búskaparliga økið, ið roknað verður við, verður mest ávirkað av veðurlagsbroytingunum. Myndugleikarnir í Bangladesh hava harumframt heldur ikki neyðuga førleikan fyri at handfara avleiðingarnar av alheims upphitingini. Av øllum tjóðum í heiminum eru norðmenn minst viðbreknir mótvegis veðurlagsbroytingum sambært eini nýggjari frágreiðing. Bangladesj er mest hótt. Búskapur. Meginparturin av fólkinum í Bangladesj livir av fiskiskapi ella landbúnaði. Í regntíðini er nógvur fiskur í oyrunum, og runan, ið áirnar bera við sær, taðar jørðina væl. Landbúnaður. Bátar verða nógv nýttir til allan flutning. For í øllum støddum og sniðum verða nýtt at føra bambus, jútu og aðrar vørur. Bangladesj er fruktagott land og væl velt. Tann vátliga jørðin og tað fruktagóða gruggið, sum fellur á velturnar í regntíðini, eru frálík at hava til t.d. rís ella jutu. Monsunurin hevur alt at týða fyri bøndurnar, og kemur hann ikki við regni, er hungursneyð í durunum. Landbúnaður er høvuðsvinnan í Bangladesj, og tríggir fjórðingar av fólkinum eru bøndur. Bøndurnir hava neytini at arbeiða við. Arbeiðsamboðini eru gamaldags, træplógv at pløga við og akurknív at skera akurin við. Bøndurnir fara tíðliga á morgni til arbeiðis, antin á óðalsjørðina ella á leigujørðina hjá stórbóndanum. Garðarnir eru smáir, tí mugu teir røkjast við dugnaskapi og ídni, um teir skulu geva nóg mikið av grøði til húsarhaldið. Stórbóndin krevur nógva leigu, og tí mugu leigubøndurnir ofta seta seg í stóra skuld, um teir skulu ikki missa garðin. Rísin veksur á vátlendi. Bøndurnir velta tí bøin í teigar og laða garð uttan um teigarnar. Vatn verður latið á velturnar í vakstrartíðini, og vatnið sleppur ikki frá, men stendur sum ein tjørn á veltuni. Rísin verður sáað í mai mánaði í eitt horn á veltuni og stendur har, inntil hon hevur fingið bløð og stelk. Tá ið ein mánaður er farin, setir áarføri veltuna undir vatn. Tá fara bøndurnir við oksum at pløga veltuna og gera hana búna at seta niður í. Tá ið veltan er búgvin, koma børn og konufólk út á hana. Tey ganga upp undir knø í vatni og evju, taka teir ungu stelkarnar upp og seta teir niður aftur í alla veltuna. Áðrenn teir skera akurin í oktober mánað, sleppa teir vatninum av veltuni. Í Bangladesj velta teir trý ymisk sløg av rísi, eitt slag til hvørja árstíðina, og tí kunnu teir eisini heysta tríggjar ferðir um árið úr somu veltu. Rísin verður skorin við akurknívi. Oksarnir treskja kornið, ganga uppi í tí, inntil aksið er dottið sundur. Teir týna kornið við at blaka tað upp í loft, so at vindurin kann taka dumbuna úr valakorninum. Júta er seig, tægrut trevjuplanta. Hon er virðismikil inntøkukelda hjá mongum bóndum, og fólkið kallar hana "gylta trevjan". Júta verður nýtt til sekkir, tog og máttur. Í gomlum døgum var júta størsta útfluningsvøra í Bangladesj, men nú hevur júta ilt við at standa seg í kappingini við tægralíki. Høvuðsgrøðin í Bangladesj er rís, ið verður dyrkað til heimamarknaðin, te og sukur verða dyrkað til útflutnings. Fólk. 40 % av fólkinum livir undir fátækramarkinum, ið er 1.25 USA-dollari um dagin. Bara umleið triðja hvørt fólk í Bangladesj býr í stórum býum, flestu teirra í høvuðsstaðnum Dhaka, fyrr "Dacca", og í teimum báðum havnabýunum Khulna og Chittagong. Fólkið í býunum hevur betri lívskor enn fólkið á bygd. Húsini standa ofta á steyrum ella gjørdum hólmum, so at tey ikki standa undir í vatni í regntíðini. Húsini eru betri, og ravmagn og vatn er lagt inn í húsini. Men ógvuliga nógv fólk flytur til býirnar, sum vaksa so skjótt, at mong verða noydd at búgva í fátækrabýlingum. Átrúnaður. Sum í Pakistan er mesta fólkið í Bangladesj muslimar - 89,5 % av tí samlaðu fólkinum. Ein altjóða gallupkanning vísir, at átrúnaður hevur størst týdning fyri fólk í fátækum londum. Í Vesturheiminum hevur hann minni týdning. Í fátækum londum sum Bangladesj og Burundi, siga heili 99 prosent av íbúgvunum, at átrúnaður hevur sera stóran týdning. Matur. Í Eystur- og Suðurbangladesj er rískornið aðalføðin hjá fólki, og fjøldin hevur mest sum einki annað til matna enn rísingrýn. Brunei. Landið er lítið og fevnir um áleið 5765 km². Brunei (maleisiskt: "Negara Brunei Darussalam") liggur í landsynningshorninum av Ásia. Brunei hevur bara mark við Maleisia. Inni í landspartinum Sarawak á Borneo í Maleisia er lítla landið Brunei. Inni í landinum er regnskógur; fram við strendurnar er slætt og mýrilendi. Landið var einaferð ein gloymdur blettur í bretska heimsveldinum og skjól hjá sjórænarum; men hetta varð alt fullkomiliga broytt, tá ið olja varð funnin har í 1929. Nú er Brunei eitt tað ríkasta landið í Ásia og vælferðarsamfelag. Fólkið rindar ikki skatt, og útbúgving, heilsurøkt og eftirlønarskipanir eru ókeypis. Men øll politisk andstøða er bannlýst. Ríkisovastin í Brunei er av ríkastu monnum í heiminum. Olju- og gassríkidømi landsins fyri at takka eigur Hassanal Bolkiah ognir fyri einar 160 milliardir krónur; sjálvur vil hann vera við, at so nógv eigur hann ikki. Í høvuðsstaðnum í Brunei, Bandar Seri Begawan, hevur hann latið byggjað og sjálvur goldið størstu mosku í heiminum. Hon kostaði 3 milliardir krónur. Eysturtimor. Kort yvir økið, har Eysturtimor liggur Eysturtimor ella Timor-Leste er eitt land í Asia, ið fevnir um eystara partin av oynni Timor. Landið liggur millum Indonesia og Avstralia. Eftir 400 ár sum portugisisk hjáland, 25 ára indonesiska hertøku og eftir at vera stýrt av ST í 30 mánaðir, gjøridst Eysturtimor eitt sjálvstøðugt land hin 20. mai 2002. Landið fevnir um eitt øki á 15.007 km². Fólkatalið er umleið 1.177.834 (2011). Eysturtimor er eitt av teimum fátækastu londunum í Asia. Fornsøga. Hildið verður, at oyggin varð fólkað millum 20.000 og 40.000 ár f.Kr. av Velo-Avstralskum fólkaslag, eins og á Sri Lanka. Eitt annað ástøði sigur, at fólk komu frá Melanesiu umleið ár 3000 f.Kr., og at tað seinni komu fólk úr syðra parti av Kina og av norðara parti Indokina umleið ár 2500 f.Kr.. Hjáland. Portugal fór í 1520 á land við Oecussi og fór í holt við at gera økið til portugiskt hjáland, og eystari parturin av oynni fekk navnið Portugisisk Timor. Vestari partur av oynni var, eins og tær flestu av oyggjunum í økinum, gjørd til hjáland Hollands. Dili gjørdist høvuðsstaður í 1596. Útflutningur av viði av sandiltræi, ið nú nærum er útruddað, varð avloyst av útflutningi av kaffi, sukurrørum og bumull í 1815. Í 1941 var oyggin eitt stutt tíðarskeið undir niðurlendskum og avstralskum stýri, áðrenn japanskar herdeildir hersettu oynna í februar 1942). Portugal tók oynna aftur í september 1945), eftir at yvir 50.000 íbúgvunum av Timor lótu lív í stríðnum móti Japan. Cape May Nesið. Cape May Nesið er ein hálvoyggj og landslutur í suður New Jersey. Nesið er umleið 1,606 km² til støddar og fólkatalið er umleið 97,265 (2011). Hilton Head Island. Hilton Head Island, ið er 143.9 km² stór (nakað sum Suðuroy), er næststørsta oyggj í South Carolina. Hann verður eisini nevndur Hilton Head. Her búgva umleið 50 000 fólk. Góða veðrið og nógva sólskinið lokka nógv ferðafólk hagar, og um summarið er fólkatalið á oyggjunum fimm ferðir tað vanliga - sum er um 270 000 fólk. Hilton Head Airport er einasti flogvøllur á Hilton Head Island. Til um 1523 e.Kr. búðu bara indiánar á Hilton Head Island. Teir eru nú færri enn 0,15 % har. Fjølmentasta fólkaslagið nú eru evropearar (á enskum "Caucasian-Americans"). Næstafjølmentasta fólkaslagið er afroamerikanarar; 8 % av fólkinum eru afroamerikanarar. Hilton Head Island er syðsta oyggj í South Carolina. Føroya Studentaskúli og HF Skeið. Føroya Studentaskúli og HF Skeið er miðnámsskúlin í Hoydølum í Hoyvík, beint við Havnina. Studentaskúlin í Hoydølin er elsti og størsti miðnámsskúlin í Føroyum. Nýggjur studentaskúli verður bygdur saman við øðrum lærustovnum í Marknagili. Studentaskúlin í Hoydølum bjóðar tvær miðnámsútbúgvingar at velja í millum. Eina 3 ára studentsútbúgving ella eina 2 ára HF-útbúgving. Báðar skipaninar geva harumframt møguleika fyri at vera stakgreinalesandi. Yvirgangsálopið 9/11. 11. Hesa mynd gloyma fólk ikki aftur.Annar bygningurin er raktur, og seinna flogfarið er júst við at raka hin. Yvirgangsálopið 9/11 var eitt yvirgangsálop í New York City, USA í 2001. 2.995 fólk úr meira enn 70 londum doyðu. Islamski yvirgangsbólkurin, Al-Qaeda, stóð aftan fyri yvirgangin. Líka síðan hevur verið leitað eftir Osama bin Laden, fyrrverandi leiðari í bólkinum. Í eini beinleiðis røðu í Hvítu Húsunum greiddi Barack Obama forseti frá hvussu Osama bin Laden 2. mai 2011 varð dripin í Abbottabad, sum liggur norðanfyri Islamabad í Pakistan. Amerikanska fregnartænastan hevði arbeitt við upplýsingum, teir fingu í august, og gav Barack Obama boðini, at eitt lítið amerikanskt herlið skuldi leypa á ein bygning, har Osama bin Laden helt til. Í 2011 eru tað 10 ár síðan World Trade Center tvíburatornini raplaðu niður í New York í 2001, aftaná at tvey flogfør høvdu rent inn í tornini. Bæði tornini duttu niður upp á minni enn 2 tímar. Tað vóru fýra flogfør, sum vóru rænd tann dagin. Tvey rendu inn í tvíburatornið, tað triðja flogfarið rendi inn í Pentagonbygningin, sum liggur í Virginia, og tað fjórða datt niður á eina mark í Pennsylvania. Enn er mann ikki sikkur í, hvar tað fjórða skuldi renna á, men talan er um, at málið var Hvíta Húsið í Washington DC, har amerikanski forsetin býr. Yvirgangsatsóknin 11. september í 2001 var byrjanin til eina nýggja tíð. Amerikanar grundaðu Kríggið móti yvirgangi eftir hetta. USA vóru fast avgjørdur um at fara í herna móti yvirgangi og móti teimum, sum vardu yvirgang. Kríggið í Afghanistan og Irak var grundað á hevnd yvir álopini í USA. Ein familja, nær World Trade Center, filmaði alt yvirgangsálopið, 11. septembur í 2001. Ikki fyrrenn fimm ár seinni (í 2006) almannakunngjørdu tey filmin. Filmurin er sera persónligur, tí viðmerkingar og grátur frá familjuni hoyrist týðiliga. Tað var ein ring avgerð at taka at leysgeva filmin. Men filmurin er søga og sýnir, uttan sensur, hvussu hendingin veruliga fór fram, siga Bob og Bri, sum filmaðu ræðuligu hendingina, frá byrjan til bygningarnir rapaðu. Yellowstone National Park. a> og etur bara gras. Fyrst fyllir hann vombina, so leggur hann seg at jótra, nú tyggir hann grasið umaftur. Yellowstone National Park er tann fyrsta tjóðarlundin í USA og eisini tann fyrsta tjóðarlundin í øllum heiminum. Størsti parturin av tjóðarlundini liggur í Wyoming, men hon røkkur eisini heilt inn í Idaho og Montana. Hon varð grundað í mars 1872. Náttúruvakra friðaða økið er fult við djóralívi; har liva bæði bisonoksar, úlvar, krúnhjørtar, bjarnir, elgar og nógv onnur. Undir stóru og flottu Yellowstone National Park er Yellowstone Caldera. "Caldera" merkir "kókandi pottur". Ja, við heimsins størstu tjóðarlund liggur eisini heimsins størsta eldgos, ið brádliga er byrjað at prutla aftur. Vísindamenn hava spátt, at eldgosið í væl umtóktu tjóðarlundini fer at goysa aftur í nærmastu framtíð. Eldgosið hevur goyst tríggjar ferðir tey seinastu tvær milliónir árini, og skjótt verður kanska fjórðu ferð. Um tað hendir, fer ikki at bera til at búgva á tveimum triðingum av landinum í Norðuramerika. Um tað fer at goysa, verður lava sprænd langt upp í luftina, og eitt tjúkt lag av eitrandi øsku fer at leggja seg allastaðni. Um Yellowstone Caldera fer at goysa aftur, fer tað at ávirka allan heimin. Afroamerikanarar. Afroamerikanarar eru ættaðir frá afrikonsku trælunum, sum við valdi vórðu fluttir til USA frá 1619 til 1808 at arbeiða í lundunum. Trælahaldið varð ikki avtikið fyrr enn í 1865. Afroamerikanarar, sum tey svørtu verða nevnd, fáa størri og størri ávirkan í amerikanska samfelagnum. Miðskeiðis í 19. øld veltu suðurríkini 80 % av allari bummull í heiminum. Bummullin varð dyrkað í ovurstórum lundum, og tað vóru trælir úr Afrika, sum hentaðu hana við hond. Bummull er enn týdningarmikil grøði, men nú gera maskinur alt tað tunga arbeiðið í USA. Flestu teirra búgva í Mississippi, Louisiana og Georgia. Umleið ein triðingur (37.1 % í 2008) av fólkinum í Mississippi eru eftirkomarar av svørtum trælum. Næstan allir afroamerikanar eru kristnir (nevniliga 95 %). Meginparturin eru baptistar. Lesarir av amerikanska blaðnum Essence hava kosið Queen Latifah, Will Smith og Tyler Perry at vera teir afroamerikanarar, sum hava mest ávirkan. Will Smith hevur á listanum heitið sum "biografkempa", sum vísir á, at hann hevur havt stóra eydnu við filmum sínum í ár. Hann varð tann fyrsti, sum kundi vísa fram sjey filmar á rað, ið hava givið yvir 100 milliónir dollarar. Frá tónleikarheiminum kárar blaðið hiphopstjørnuna Kanye West, will.i.am og Wyclef Jean. Maðurin á fyrsta plássinum stavar tó hvørki frá film- ella tónleikarheiminum. Hann er nevniliga – og tað er kanska ikki at verða bilsin um – forsetin í USA, Barack Obama. Jazz-, hip hop-, gospel- (t.d. Negro Spirituals), og bluestónleikur eru sprottnir úr arbeiðarasangum og andaligum sangum hjá afroamerikanska fólkinum í USA. Upprunaamerikanarar. Upprunaamerikanarar (enskt: "Native Americans") eru nú færri enn 3 mió. Hetta fólkaslagið fór um alt USA og var eyðkent. Slætt, svart hár og reyðbrúnan húðarlit. Tey vórðu kallað indiánar, tí Kolumbus helt, at hann var komin til India. Helst hava forsøgulig fólk verið í USA frá um 10.000 f.Kr.. Til um 1500 e.Kr. búðu bara indiánar í USA. Eftir ættunum var landið býtt í 6 øki. Niðursetufólkini trokaðu so við og við indiánarnar vestureftir og í ein útsynning, so at teir í 1890 búðu í nøkrum fáum, spjaddum friðingarøkjum. Indiánarnir, ið kunnu lesa søgu sína aftur til indiánsk fólkasløg, sum búðu í USA, áðrenn niðursetufólkini úr Evropa komu hagar, eru nú bara 1,37 % av fólkinum. Tað er umleið 2,47 mió. fólk. Nú á døgum eru indiánarnir í minniluta allastaðni í USA. Tey flestu búgva í Oklahoma, New Mexico og Washington. Nógvar ymiskar indiánaættir vóru í USA. Í landsynningspartinum í USA eru 554 indiánabólkar. Flestu teirra veiddu, veltu og fiskaðu. Ein teirra er Cherokee-indiánarnir. Teir eru nú 316,049. Hesin indianara bólkurin hevur í øldir búleikast í skóginum í Appalachia og livað av tí, sum skógurin gav. Móðurmálið er Cherokesiskt. Hvør ættarbólkur hevði egið sjálvstýri, men í serligum felagsmálum, og tá ið trupulleikar tóku seg upp við aðrar ættarbólkar, varð prátað saman til trupulleikarnir vóru loystir. Indiánararnir kríggjaðust eisini javnan sínámillum - ikki um lendi, men at sýna dirvi. Kendar ættir eru til dømis comanche, cheyenne og sioux, sum búðu á grasfløtunum. Apache, pueblo og navajo búðu í Útsynningsamerika. Irokese, cherokee og huron búðu eystanfyri. Í 1890 vórðu teir indiánar, ið eftir vóru, fluttir í smá friðingarøki, har teir noyddist at vera. Nakrir gjørdist bøndur, men mangir gingu fyri einki. Fleiri enn millión indiánar liva enn í friðgarøkjunum í USA. Síðan 1970 hava myndugleikarnir roynt at fingið upprunafólkið upp í aftur amerikanska samfelagið, men mong teirra hava heldur viljað hildið fast við sína egnu mentan og siðvenju. Á okkara døgum hava teir skipað fyri mótmælisgongum og kravt myndugleikarnar í Amerika eftir landaøki, ið teir eiga, og teir hava eisini roynt at líva uppaftur gamlan sið. Cherokesiskt mál. Cherokesiskt (á cherokesiskum ᎦᏬᏂᎯᏍᏗ) er eitt av irokesisku indianaramálunum í USA. Cherokesiskt verður fyrst og fremst tosað í Oklahoma og North Carolina. Í nógv ár varð Cherokesiska málið hótt, men doyði ikki út. Í Oklahoma tosa nú 18 871 fólk cherokesiskt og í Qualla í North Carolina umleið 8 092, so samlaða talið av fólkum, ið duga cherokesiskt liggur um 22-27.000. Sequoyah uppfann eitt skriftmál, sum cherokesara-fólkið brúkar tann dag í dag. Prequel. Ein prequel – (á føroyskum "undansøga") er eitt verk, ið lýsir hendingar og persónar úr einum áður gjørdum verki, men sum tíðarmessiga gongur fyri seg áðrenn høvuðsverkið. Orðið stavar frá tíðliga í 1970unum. Orðið varð fyrst brúkt í samband við fjølmiðlaumtaluna av The Godfather Part II, har tað verður brúkt til at lýsa teir partar av filminum, ið ganga fyri seg áðrenn hendingarnar í The Godfather. Leikstjórin Francis Ford Coppola sigur, at George Lucas fann uppá orðið, og Lucas og Steven Spielberg brúktu tað seinni til at lýsa teirra felags film Indiana Jones og banning tempulsins, ein prequel (undannfilmur) til Indiana Jones. Orðið gjørdist vælumtókt av Lucasar Star Wars prequel-trilogi. Orðið kemur av enska orðinum við mótsettum týdningi "sequel" (eftirfylgjari ella kanska eftirsøga). Trilogi. Triologi er eitt heiti ið er samansett av grikskum tri- ("trý") og -logos ("orð, orðatak") ið upprunaliga varð brúkt um teir forngriksku harmleikirnar. Orðið lýsir eitt verk (t.d. film, bók ella tónleik) sum er í trimum pørtum. Jón Sigurðsson. Jón Sigurðsson (17. juni 1811 – 7. desember 1879), íslendskur politikur, sjálvstýrismaður, og málfrøðingur. Hjálpti V. U. Hammershaimb við yrkingini av tað føroyska skriftmálið. George Lucas. George Walton Lucas Jr. (* 14. mai 1944 í Kalifornia) er ein amerikanskur leikrithøvundur, leikstjóri og filmprodjúsari. George Lucas er best kendur fyri sítt leikrit um "Star Wars søguna", ið sá dagsins ljós í 1977. Tann somuleiðis vælkenda røðin við "Indiana Jones" er eisini produserað av George Lucas. Áðrenn gjøgnumbrotið við Star Wars gjørdi hann m.a. ungdómsfilmin "American Graffiti" og science fiction-filmin "THX-1138". Science fiction. Science fiction (eisini "vísindaskaldsøga" ella "framtíðar(skald)søga" á føroyskum) er ein bókmentasjangra, ið upprunaliga umfataði skaldsøgur og stuttsøgur (novellur), ið snúðu seg um eitt ímyndað framtíðarumhvørvi, har vísindin, og tá serliga tøknin er nógv meiri framkomin við markantari ávirkan á samfelagið og einstaklingar. Broytingarnar, og tær uppfinningar og uppdagingar og samfelagsviðurskifti sum mynda bakgrundina, kunnu vera umfatandi og eisini rein fantasi (ímyndan). Sjangran hevur so við og við spjatt seg til aðrar miðlar, t.d. film, útvarp, sjónvarp og teknirøðir. Charlie Chaplin. Charles Spencer Chaplin betur kendur sum Charlie Chaplin (* 16. apríl 1889 í London, Sameinda Kongsríkinum - † 25. desember 1977 í Vaud, Sveis) var ein bretsk-amerikanskur sjónleikari, filmleikstjóri, filmleikrithøvundur og komponistur. Chaplin er best kendur fyri sín leiklut sum landastrokið "(The Tramp)" við yvirskeggi, í velafrakka, hatti, ov stórum skóm og Frankar. a> og víðking tess fram til ár 814. Frankarnir (latín: "Franci" ella "gens Francorum") var ein samgonga av fleiri vesturgermanskum ættbólkum. Teir koma fyrst í ljósmála í triðu øld, har teir verða sagdir at halda til fyri eystan Rínánna. Tey næstu túsund árini víðkaðu frankarnir landaøki sítt, serliga undir teim merovingsku og karolingsku kongsættunum, til at umfata stórar partar av Europa. Tann víðagitnasti karolingski kongurin var Karlamagnus. Heitið "frankar" er upphavið til landanavnið Frankaríki, og týddi 'fríur' á frankiskum. Orðið livir víðari í mansnavninum Frank, og í enskum er orðið sýnonymt við orðini 'líkafram' og 'erligt'. Orðið hevur sostatt fleriri týdningar. Tað núlivandi tungumálið ið ætlandi er nærmast í slekt við frankiskst er hálendskt. Ættbólkur. Ein ættbólkur ella stamma, er antin søguliga sæð ein sosialur bólkur ið var áðrenn menningina til nýmótans samfelagið, t.d. ein av teim germansku stammunum; ella menningarliga sæð ein sosialur bólkur ið livir uttanfyri nýmótans samfelagið, t.d. upprunafólk í Avstralia og Amerika. Frankur. Frankur (franskt: "Franc") var fyrrverandi heitið á gjaldoyranum í Frankaríki, Belgia og Luksemburg. Í dag verður evran nýtt sum gjaldoyra í hesum londum. Í Sveis og Liktinstein verður frankur framvegis nýttur – her eisini kallaður "sveisarfrankur". 1 frankur í teim franskmæltu londunum svaraði til 100 "centimar". Í Sveis svarar ein frankur til 100 "Rappen" (á týskum), "Centimes" (á fronskum) ella "Centesimi" (á italskum). Fjúrtan lond í fronskum Vestur-Afrika og fronskum Ekvatorialafrika brúka gjaldoyrað CFA-franc, meðan trý landaøki í Kyrrahavinum brúka gjaldoyrað CFP franc. Bruno Mars. Peter Gene Hernandez (f. 8. oktober 1985 í Honolulu, Hawaii), eisini nevndur Bruno Mars, ið er listafólkanavn hansara. Bruno Mars er víðagitin sangari og sangskrivari. Til dømis hevur hann yrkt sangirnar "Billionaire" og "Nothin' on you". Harafturat hevur hann eisini verið við til at yrkt sangir sum til dømis "Fuck you" eftir Cee Lo Green og M.A Kesha og K'naan. Allarkendastu sangir hansara eru "Just the way you are" og "The Lazy song". 1. apríl 2012 segði Bruno Mars í einari samrøðu við eitt lokalt útvarp at hann var samkyndur, tí hann ætlaði at senda apríl til sínar fjepparar. Aftan á fekk hann góðar afturmeldingar, og síðani viðgekk hann, at tað ikki var til stuttleika. Jizerafjøll. Jizerafjøll (kekkiskt: "Jizerské hory", pólskt: "Góry Izerskie", týskt: "Isergebirge") eru ein fjallagarður í Kekkia. Partur av fjøllunum liggur eisini í Póllandi. Hægsta fjall í kekkiskum partum er Smrk (1.124 m) og hægsta fjall í pólskum partum er Wysoka Kopa (1.126 m). Can Tho Floghavn. Can Tho Floghavn (vjetnamesiskt: "Sân bay Quốc tế Cần Thơ") er ein flogvøllur í Can Tho, Vjetnam. Flogvøllurin varð upprunaliga bygdur í undir Vjetnamkrígnum í 1965 av Unitet States Air Force. Eftir at kríggið var av í 1975, bleiv floghavnin ikki brúkt í nøkur ár, men seinni var hon aftur tikin í nýtslu. Floghavnin hevur verði undir stórum útbyggingum, har vøllurin er blivin longdur til 3000 metrar, hetta varð gjørt frá 2006 til 2008. Seinni hevur verið arbeitt við at byggja ein nýggjan terminal. Pocahontas. Pocahontas (fødd 1595, deyð 21. mars 1617) var ung indiánagenta úr Virginia, sum bjargaði John Smith kapteyni (f. januar 1580 – d. 21. juni 1631) úr hondunum á ættbólki sínum. Hann var oddamaður fyri Jamestown-bygdini í Eysturvirginia. Í 1612 hildu onglendingar gentuni sum gísla fyri at fáa pápa hennara at leggja vápnini. Árið eftir gifti hon seg við John Rolfe (1585 – 1622), sum eisini var niðursetumaður, og fór til Stóra Bretlands við honum. Hon fekk eina syrgiliga lagnu, tí hon fekk pokur og doyði árið eftir, í 1617. Tað er søgan um hana, ið Walt Disney nýtir í søgu síni "Pocahontas" (1995). Eritrea. Staturin Eritrea (alment heiti) er eitt lítið land í Eysturafrika. Eftir frælsiskríggj í 20 ár loysti fjallalandið Eritrea frá Etiopia í mai 1991. Eritreiski frælsisherurin (EPLF) rak seinastu etiopisku herdeildirnar av landinum og fór so at gera landinum eina stjórnarskipan. Fólkið í Eritrea roynir nú at fáa á føtur aftur búskapin og alt annað, sum varð oyðilagt í krígnum. Loysing. Eritra hevði staðið undir Etiopia síðan 4. øld. Sum hjáland var tað limað inn í Etiopia í 1962. Næstan beinanvegin fóru Frælsisfylking Eritrea (stytt EPLF), og aðrar rørslur at berjast fyri frælsi. Í 1991 eydnaðist EPLF umsíðir eftir frælsisbardagar í næstan 30 ár at reka etiopiska herin úr landinum. Á fólkaatkvøðu í 1993 var eisini stórur meiriluti fyri loysing. Bráðfeingisstjórn varð skipað, og í mai 1993 var Eritrea lýst at vera frælst ríki. Limir í EPLF, við Isaias Afewerki (føddur 2. februar 1946 í Asmara, Eritrea) á odda skipaðu tjóðarting, bóðu Vesturheimin um stuðul og hjálp og settu fólkaræði í gildi. Eritrea varð fyrsta land í Afrika at broyta landamørkini, sum evropeiska hjálandaveldið hevði sett. Hamars Ness. Hamars Ness (norrønt "Hamarsnes") er eitt lítið nes á útnyrðingshorninum á oynni Fetlar í Hetlandi. Norðanvert á nesinum er ein ferjuterminalur við ferjusambandi til Gutcher á Yell til Belmont á Unst. Toft (Hetland). Toft er ein ferjuahavn umleið eina míl norðanfyri Mossbank á Mainland í Hetlandi. Hiðani siglur ein bilferja til Ulsta á oynni Yell. Toft er partur av Delting sóknini. Koreakríggið. Koreakríggið vardi frá 25. juni 1950 til 27. juli 1953. Í 1945 varð Korea býtt sundur og Sovjetsamveldið hersetti Norðurkorea, og USA hersetti Suðurkorea. Síðan 1948 hava stjórnirar í báðum londum hildið uppá, at tær eru einasti lógligi myndugleiki í øllum Korea. Tá ið hersetingardeildirnar tóku seg aftur í 1949, kyknaði marknastríð ímillum ríkispartarnar, og 25. juni 1950 brast kríggj á. Har varð í 1950 opið kríggj mill um kommunistiska Norðurkorea og kapitalistiska Suðurkorea. Kina stuðlaði Norðurkorea. Í trygdarráðnum í ST varð Norðurkorea mett at vera tað landið, sum leyp á, og ST sendi herdeildir fyri at reka norðurkoreanar út og endurskapa frið í landinum. ST sendi herdeildir at hjálpa Suðurkorea, og túsundtals kinverskir hermenn bardust við Norðurkorea. Herovastin fyri ST-herdeildunum, Douglas MacArthur (1880-1964), vildi sleppa at herja á Kina, men ST-umboðsfólkini vóru ikki sinnað at lata kríggið breiða seg og tóku upp friðarsamráðingar. Bardagarnir vardu harafturímóti sína tíð, og eitt skifti bóru fólk ótta fyri, at okkurt av londunum fór at brúka atomvápn fyri at fáa eina avgerð. 27. juli í 1953 samdust partarnir um at binda frið, eftir at tríggjar milliónir fólk høvdu latið lív ella vórðu vorðin heimleys. Ikki fyrr enn í 1953 vórðu partarnir samdir um eina friðarlinju við 38. breiddarstig, men Korea er enn býtt sundur í tvey, og Norðurkorea er enn eitt avbyrgt, kommunistiskt einræði. Amerikanska Frælsisyvirlýsingin. Hin 4. juli 1776 góðtók Kongressin Frælsisyvirlýsingina (á enskum: "United States Declaration of Independence"), sum umboðsmenn fyri øll 13 hjálondini høvdu skrivað undir. Hon segði, at sameindu hjálondini vórðu og skuldu verða fræls og óheft ríki. Her kom hugsanin um menniskjarættindini í 18. øld fyrstu ferð á prent í einum ríkisrættarligum skrivi. Thomas Jefferson úr Virginia orðaði yvirlýsingina, sum í stóran mun er grundað á tey politisku ástøðini hjá bretska heimspekinginum John Locke. Frælsisyvirlýsingin varð samtykt 4. juli 1776 í Philadelphia í Pennsylvania. Amerikanska Kollveltingin var byrjað. Tey, sum gjørdu amerikonsku stýrisskipanarlógina, gloymdu ikki, hvussu misnøgd tey høvdu verið, meðan tey stóðu undir bretska konginum. Tí vildu tey vissa sær, at hvørki einstøk bólkar ella fólk fingu ov mikið vald. Stýrisskipanin varð lagað soleiðis, at tað var samveldisstýri, har ið valdið var býtt ímillum eina samveldisstjórn og stjórnirnar í einstøku ríkjunum. Samveldisstjórnin var veik. Stýrisskipanin lutaði eisini valdi sundur ímillum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið. Tær kundu so royna avgerðirnar til hvør hjá aðrari. Nakrir tingmenn hildu, at miðsavnað stýri fór at taka rættindi frá borgarunum. Teir fingu lyfti um, at grundlógarískoyti í tíggju brotum skuldi verða lagt afturat stýrisskipanini. Henda lóg vissaði amerikanarum grundleggjandi rættindi sum trúarfrælsi, skrivi- og talifrælsi. Hon vissaði teimum eisini rættarviðgerð við nevningatingi og vardi teir ímóti píning. Brot úr Amerikonsku Frælsisyvirlýsingini. "Vit halda tað vera rímiligt og sjálvsagt, at øll verða javnsett, og at vit hava fingið ávís ómissandi rættindi frá skaparanum - rættin til lívið, frælsið og stremban eftir eydnuni. Tey, ið ráða, eru vald at tryggja okkum hesi rættindi. Tá ið ein stýrisskipan verður avlagað, so at hesi rættindi verða sett í vága, hevur fólkið rætt at seta hana frá og velja nýggja, sum er grundað á meginreglur, sum tryggja fólkinum lukku og vælferð. Hjálondini hava í tolni góðtikið nógv, men nú er neyðugt at broyta gamla stýrið. Bretakongur hevur ferð eftir ferð vanvirt hugsanir okkara, og vit hava verið fyri ágangi, sum bara hevur havt fyri eyga at skipa fullkomið harðræði í hjálondunum. At prógva hetta, leggja vit sannleikan fram fyri ein uttanveltaðan heim". Bressay. Bressay við vitanum og tí 226 m høga "Ward of Bressay". Bressay (norrønt "Breiðey" ella "Brús(a)ey"), er ein oyggj ið liggur eystanfyri Lerwick í Hetlandi. Hon myndar Bressay Sound við sínum tveimum innsiglingum til havnina í Lerwick, "Da North Mooth" (Norðurmunnin) og "Da Sooth Mooth" (Suðurmunnin). Oyggin hevur við uml. 400 íbúgvar. Hægsta fjallið á oynni kallast "Ward of Bressay" og er 226 m høgt, har er ein antennuskipan ið sendir Sjónvarp og Útvarp til alt Hetland. Tyrlur. Tyrluskrokkurin er úr nútímans metalsambræðingum og sterkum plasti. Ein av manningini verður loraður niður í bjargingarbátin. Tyrlan er fjølbroyttasta maskinan, ið er á flogi. Hon flýgur frameftir, aftureftir ella eftir lið. Hon kann eisini fara beint oppeftir og niðureftir ella bara hanga í sama stað. Tyrlan kann fara uppfrá ella seta seg og henni nýtist onga flogbreyt. Tí er hon hent, har ið illa er atkomandi og á sjónum. Eisini kann hon seta seg ovast á háhúsum. Tyrlur eru í nógvum støddum. Tann minsta er ætlað eittans fólki, og tann størsta kann sum einki lyfta ein lastbil. Tyrlan hevur ein ella tveir tyrlar, sum fáa hana uppfrá, og sum seta ferð á frameftir. Úr tyrlisbløðunum kemur megin, sum fær tyrluna á flog. Tyrlisbløðini eru úr sterkum plasti. Ukreinski amerikamaðurin, Igor Sikorsky, bygdi "VS 300" í Connecticut í 1939. Hetta var fyrsta tyrlan við einum tyrli, og síðan hava tyrlur líktst henni. Korea. a>skum yvirvaldi frá 1910 til 1945. Korea er nes í norðara parti í Kina og gongur út í havið ímóti Japan. Kríggj var millum Suðurkorea og Norðurkorea (1950 til 1953). Síðan kríggið var av, hevur støðan verið hættislig millum londini bæði. Suðurkorea hevur havt stóran búskaparligan vøkstur, væl stuðlað av USA. Bygging er allastaðni. Bygdur verða skrivstovur og nýggj virki til tann vaksandi ídnaðin í landinum. Norðurkorea er enn kommunistiskt og fátæksligt land. Veðurlagið er tað rætta at velta rís, heitt um summarið, bítandi kalt um veturin. FV Athena. FV Athena er eitt føroyskt fiskiskip, trolari, sum reiðaríðið Thor úr Hósvík eigur. Athena varð bygt í 1992. Í 2010 var hon umvæld sera nógv, eftir at ógvusligur eldur var í skipinum. Athena hevur verið sera óheppin. Tað hevur verið eldur í Athenu 3 ferðir. Einaferð í 2007, einaferð í 2010 og síðan einaferð í 2011. Skipið lá við kai í Runavík, tá eldur kom í á triðja sinni. Ógvusligur roykur var, og løgreglan metti, at roykurin var eitrandi, og tí var best at flyta fólk burtur, sum búðu tætt við og tey sum búðu hinumegin Skálafjørðin. Fólk av Skála og av Glyvrum vóru vakt á miðjari nátt hin 9. mai 2011 og flutt til bygdahúsið á Strondum. Latínamerikanarar. Latínoamerikanarar (á enskum "Hispanic" ella "Latino Americans") eru eitt fólkaslag sum býr í USA. Teir verða eisini nevndir hispanics og tala spansk, tí at forfedrar teirra komu úr Spania. Mangir halda enn fast við gamlan sið og egna mentan. Tann spanskttalandi parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og búskapi. Í 2000 var talið 35 mió. (12,5 %), í 2010 var tað vaksið til 50.5 mió. (16,3 %). Latínoamerikanskur matur og tónleikur er væl dámdur. Flestu tilflytararnir, sum búgva í vesturríkjunum, eru úr Meksiko. Tey fjølgast skjótt, og somuleiðis afroamerikanarar og ásiatar. Fyri 2042 verða hesi fólk stív helvtin av fólkatalinum í USA. Tey flestu hava amerikanskan ríkisborgararætt. Útlendingar í USA kunnu søkja um amerikanskan ríkisborgararætt eftir 5 árum við ikki-tíðarbundnum uppihaldsloyvi. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Amerika, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania at búseta seg har í stórum tali. Øldirnar eftir at Kolumbus varð komin til Amerika, ráddu spaniamenn nógvastaðni í meginlandinum. Í USA fingu sponsk mentan og spanskt mál stóra ávirkan og hava tað enn. Flestu teirra búgva í Kalifornia, Texas og Florida. Yvir 950 000 latínoamerikanarar búgva eisini í New Mexico og eru í stórum meirluta. Flestu latínoamerikanarnir, sum búgva í Florida, eru úr Kuba. Amerikanarar av kubanskum uppruna sleppa nú til Kuba at ferðast, hava teir hug til tess, og samstundis fáa teir loyvi til at hjálpa skyldfólki í Kuba við eitt nú pengum. Tað ber til, nú Barack Obama, forseti, hevur ógildað tiltøk, sum USA setti í verk ímóti Kuba, tá kommunistarnir tóku valdið har fyri 50 árum síðani. Meginparturin av fólkinum er katolikkar (70 %), og eini 20 % eru protestantar. Hóast latínoamerikanarnir eru ein lítil minniluti í USA, so síggjast kirkjur teirra allastaðni. Í USA hava tey bæði eina spennandi fortíð og eina upplívgandi nútíð, sum boðar frá eini ljósari framtíð. Upprunalond. Latínoamerikanarar eru komnir í stórum tali til USA, helst úr Meksiko (65 %). Hispanics eru eisini fluttir hagar úr Puerto Riko, El Salvador og Kuba. Lutsøkir. Talvan niðanfyri vísir broytingar í fólkatalinum í 2000-2010, býtt á økir. Hagtølini vísa, at talið er vaksið mest í statunum South Carolina, Alabama, Tennessee, Kentucky, North Carolina og Arkansas. Vjetnamkríggið. Vjetnamkríggið vardi frá 1. november 1955 til 30. apríl 1975. Amerikanska stjórnin kvíddi fyri, at kommunisman skuldi breiða seg um alt Landsynningsasia, og í 1955 fóru teir at veita Suðurvjetnam hernaðarhjálp, so at teir kundu basa kommunistisku Viet Cong-deildunum, sum fingu stuðul úr Norðurvjetnam. Fyrstu amerikonsku hermenninir komu til Suðurvjetnam í 1964, og seint í 1968 vóru 550 000 avstralskir, teivanskir, amerikanskir og nýsælendskir hermenn við í krígnum. Sama ár gjørdi Viet Cong stórálop, Tet-álopið, í Suðurvjetnam. Álopið miseydnaðist, men tað sannførdi fólkið í USA, at USA megnaði ikki at vinna Vjetnamkríggið. Árið eftir fóru amerikanarar at taka seg aftur úr Suðurvjetnam, og vápnahvíld varð fingin í lag í 1973. Í 1975 savnaði Norðurvjetnam alt landið undir sítt ræði. Eftir kríggið. Tá ið kríggið í Vjetnam endaði í apríl 1975, fór landið í holtur við at endurreisa og menna illa farna búskapin, men illa gekst, tí at útlendskar fyritøkur gjørdi ikki íløgur í landinum. Túsundtals fólk flýddu undan fátækradømi og harðræði og sigldu um Suðurkinahav í søkkladnum bátum at søkja sær eydnuna aðrastaðni. Tey, ið slitu upp land, vórðu send til lond víða um allan heim. Mangir suðurvjetnamesar flýddu til Hongkong, ið var bretskt hjáland á suðurstrond Kina. Tey vórðu gird inni í trongum legum, har tey liðu hungur og hall, og kolera og aðrar ringar sjúkur gingu javnan í legunum. Í 1989 vórðu tey fyrstu 44 000 flóttafólkini noydd aftur til Vjetnam. Asiatiskur fílur. Asiatiskur fílur ella asiatiskur elefantur (latín: "Elephas maximus") er eitt súgdjór, ið eisini ofta verður rópt indiskur fílur'". Útsjónd. Asiatiskur fílur er nakað minni enn Afrikanskur fílur, vigar upp til 5 tons, og er eyðkendur við at hava væl smærri oyru enn Afrikanski fílurin. Tað eru bert kallfílarnir ið hava stórar høggtenn (vígtenn) men hjá summum vanta tær. Kvennfílarnir hava so smáar høggtenn at tær valla síggjast. Útbreiðsla. Einaferð strekti útbreiðsluøkið seg so langt vestur sum til Irak og Sýria og heilt eystur til Ta gulu ánna í Kina. Í dag er útbreiðslan avmarkað til 13 lond frá India í vestri til Borneo í eystri: Bangladesj, India, Sri Lanka, Indo-Kina, partar av Nepal og Indonesia (serliga Borneo), Vjetnam, Teiland, Kambodia, Laos, Burma, Kina, Butan og Sumatra. Árin av mannaávum. Samlaði stovnurin verður mettur til millum 35 000 og 50 000 kríatúr. Eldri metingar vísa, at stovnurin fyrst í 20. øld taldi uml. 100 000 villini fílar. Asiatiski fílurin er í dag hart kroystur av fólkavøkstri ið hevur við sær økt krav um landbúnaðarjørð. Ferðavinnan elvir eisini til trýst á fílastovnin. Í Tailandi roknar man við at uml. 100 fílakálvar verða tiknir ólógliga um árið, við tí endamáli at vísa teir fram fyri ferðafólki ið sleppa at fóðra teir. Hetta verður gjørd móti einum stovni ið einans telur uml. 5 000 fílar. Ofta verður mamman, og stundum alt fílafylgið sum tað er, dripið undir rakstrinum eftir hesum eina fílakálvi. Afrikanskur runnafílur. Afrikanskur runnafílur (latín: "Loxodonta africana") er tann størri av tveimum sløgum av Afrikanskum fíli. Bæði hesin og hin Afrikanski skógarfílurin hava vanliga verið bólkaðir sum eitt slag, undir samheitinum "Afrikanskur fílur". Summir frøðingar halda framvegis at ov lítil prógv eru fyri at bólka Afrikanska fílin sum tvey ymisk sløg. Niagarafossur. Niagarafossur (á enskum "Niagara Falls") er felagheiti fyri tríggir fossar ið liggja á markinum millum USA og Kanada. Í Niagaraá, sum rennur úr Erievatni í Ontariovatn, eru hinir viðgitnu Niagarafossar. Nógv ferðafólk koma at hyggja at stórbæra fossinum. Niagarafossur er veldigur fossur, sum máar 1 m. av klettinum um árið. Niðari kletturin er bleytur, og vatnið máar hann burtur. At enda brotnar kletturin í erva, tá ið støðið er máað undan honum. Herman Cain. Herman Cain (føddur 13. desember 1945 í Memphis, Tennessee; d. 30. juli 2020) var ein amerikanskur politikari. Hann býr í løtuni í Georgia. Cain hevur í fleiri ár verið formaður í Godfather's Pizza. Cain fekk stuðul frá nógvum republikonskum veljarum fyrr í 2010, men síðani fjølmiðlarnir fóru at skriva um hansara kynslív, hava nógvir veljarar vent honum bakið. Í oktober 2010 kom fram, at Cain hevði gjørt seg inn á tvær kvinnur, tá hann var stjóri í áhugafelagnum hjá amerikonsku matstovuvinnuni. Tað kom eisini fram, at kvinnurnar fingu pengar frá felagnum, tá tær fóru úr størvunum, men Cain helt kortini uppá, at hann hevði ikki gjørt nakað skeivt. Politiskir eygleiðarar í USA siga, at Herman Cain hevði mist so nógv av sínari undirtøku, at tað var ógjørligt at venda gongdini. Hann hevði tí ikki annað í at velja enn at taka seg aftur, siga teir. Hann hevur ikki verið á tí politiska pallinum fyrr, men er nevndarformaður í fyritøkuni Godfather´s Pizza. Cain kunngjørdi í desember 2010, at hann gevst við royndini at gerast forsetavalevni hjá tí republikanska flokkinum í 2012. Fyri nøkrum fáum vikum síðani lá Herman Cain væl fyri í meiningakanningunum, men skuldsetingar um ótrúskap hava gjørt, at teir flestu veljararnir hava vent honum bakið. Tað seinasta av álitinum fór, tá ein kvinna boðaði frá, at hon hevur verið elskarinna hansara í 13 ár. Sjálvur sigur Cain, at hann kennir kvinnuna, men at hann hevur ikki havt nakað kynsligt samband við hana. Eygleiðarar meta, at politiska yrkisleiðin hjá Cain, sum er fyrrverandi stórhandilsmaður og pizzaeigari, liggur í skeljasori, og at hann hevur ongar møguleikar at venda rákinum aftur. Afrikanskur skógarfílur. Afrikanskur skógarfílur (latín: "Loxodonta cyclotis") er ein Afrikanskur fílur ið heldur til í skógunum í Kongolægdini. Hesin fílur var fyrr mettur at vera eitt undirslag av Afrikanska Runnafílinum ("Loxodonta africana"), men ein vísindalig kanning í 2010 staðfesti at talan er um tvey ymisk sløg. Hin umstríddi Dvørgafílurin (Pygmy Elephant) í Kongolægdini, ið ofta hevur verið mettur at vera eitt egið slag ("Loxodonta pumilio") av kryptozoologum, er helst bara vanligur Skógarfílur ið er lágvaksin og/ella tíðliga búgvin vegna umhvørvisligar umstøður. Frælsisgudinnan. Frælsisgudinnan (enskt: "Statue of Liberty") er ein standmynd á Liberty Island í New York City. Tað fyrsta, innflytarar fingu eyga á, tá ið teir sjóvegis komu til USA, var Frælsisgudinnuna við tí lýsandi kyndlinum. Hon er 46 m. høg. Standmyndin verður eisini brúkt til vita. Fraklendingar høvdu latið amerikumonnum hesa standmynd í 1886, og hon gjørdist tekin um frælsi. Geronimo. Goyaałé (á Chiricahua-málinum; merkingin er "tann, ið geispar"), betur kendur sum Geronimo (føddur 16. juni 1829 í "No-doyohn Canyon", nærindis Gila Cliff Dwellings í Nýmeksiko, deyður 17. februar 1909 í Fort Sill, Oklahoma) var Chiricahua Apacheindiáni. Hann vaks upp hjá Bedonkohe ættflokkinum, ið livdi í økinum, har ain Gila River springur upp, í eystara parti av Nýmeksiko. Seinni gjørdist hann ein av oddamonnunum í Chiricahua ættarbólkinum. Geronimo var ein av teimum seinastu upprunaamerikanarunum, ið stóð á odda í uppreistrinum ímóti niðursetufólkunum úr Evropa. Hann stílaði fyri álopum inn í útsynningslondini í USA. Seinni varð hann tikin og settur fast í Florida. At enda varð hann burturfluttur til Fort Sill, Oklahoma, har hann varð settur í varðhaldið. Hann doyði í Fort Sill sum tjóðarhetja í 1909. Kongolægdin. Kongolægdin (døkk øki) virkar sum veiting frá Kongoánni. Kongolægdin er áløgulægdin ið virkar sum veiting frá Kongoánni vestarliga í ekvatorafrika. Veðurlagið er tropiskt og veitingin frá ánni skapar stór vátlendi, og her finnast nakrir av heimsins størstu, órørdu tropisku regnskógum. Á Skørinum. Á Skørinum er staðarnavn í Hvalba, har m.a. fótbóltsvøllurin hjá Royn og Roynhøllin eru. Staðið er mitt í bygdini, beint við sand strondina í Hvalba. Bóltfelagið Royn varð stovnað 23. oktober 1923. Roynhøllin varð bygd í 1973. Á Skørinum er heimavøllur hjá Royn, men í 2011 er vøllurin eisini heimavøllur hjá TB, tí vøllurin á Sevmýri ikki longur lýkur krøvini og tí ikki kann brúkast. Nýggjur vøllur verður gjørdur í Trongisvági. Leopardur. Tá ið ketta tekur djór ella klívur upp í træ, nýtir hon tær hvøssu klørnar. Labbavøddarnir spenna klørnar út úr labbunum. Leopardurin (frøðiheiti "Panthera pardus") vigar eini 60 kg og er um 1,5 metrar langur. Leopardar fáa lagað seg til ymiskar umstøður, kunnu vera í heitum, slavnum skógum eins og í køldum fjallalíðum. Eisini halda teir til tætt við býir og bygdir, t.d. í Afrika. Leopardurin klívur ofta í trøum. Mangan liggur hann uppi á greinum og svevur, hvílir seg ella lúrir eftir fongi. Leopardur dregur stundum dýraleivdir upp í trøini, so ræátarar ikki taka tær. Klettafjøll. Klettafjøll (enskt "Rocky Mountains") eru ein fjallarøð í Vestur-Norðuramerika sum røkkur frá Kanada til Nýmeksiko í USA. Í miklu fjallarøðini eru lívsumstøður til sera mong ymisk djór, og har eru eisini mangar ólíkar plantur. Hægsta fjallið er Mount Elbert í Kolorado, 4 401 metrar høgt. Um 1370 m uppi broytist grasslætta-vøksturin til barald og mólsurt, og 2000 m uppi veksur furu- og grannviður. Omanfyri 3200 m veksa bara fjallagras og fjallablómur stutta summarið. Fjøllini eru illgongd og eru tí friðskjól hjá summum djórum, til dømis jervi, bjørn, villum seyði og snjógeit, sum geypan veiðir. Klettafjøll vórðu til, tá ið tvær plátur stoyttu saman. Olympiskir leikir. Olympiska merkið er fimm ringar, krøktir hvør í annan. Fjórða hvørt ár senda flestar tjóðir síni bestu ítróttafólk til Olympisku leikirnar (OL) at kappast. Fleiri enn 7.000 ítróttafolk eru við í umleið 25 ítróttagreinum. Nýggjar koma til og aðrar detta burtur. Fólk í millióntali sita við hús og fylgja við á sjónvarpsskríggja. Tað vóru forngriksku Olympisku leikirnir fyri 2.000 árum síðan, sum birtu upp undir nútíðar leikir. Nútíðar Olympiskir leikir vóru á fyrstu sinni í Athen í Grikkalandi í 1896. Einstaklingar ella lið kappast, ikki tjóðir. Ongari tjóð ber til at vinna Olympisku leikirnar, og Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) velur altíð ein bý at vera vertur og ikki eitt land. Ítastu kappingarfólkini vinna sær heiðursmerki í bronsu, silvuri ella gulli, men ikki pening. Fornu Olympisku leikirnir vóru í fyrstuni havdir Zeusi til heiðurs. Teir vóru í Olympia frá 776 f.Kr. til 393 e.Kr. Í fyrstu leikunum var einans kapprenning, men seinni varð kappast í longdarlopi, diskoskasti, nevaleiki, fimmdysti, renning og kapping við rossi og stríðsvogni. Bara menn sluppu at royna seg ella at hyggja at. Kvinnurnar høvdu aðrar leikir at heiðra gudinnuna Heru. Hátíðardámur er, tá ið Olympisku leikirnir verða settir. Týdningarmesta løtan er, tá ið Olympiski eldurin verður kveiktur við kyndli. Rennarar hava skifts at borið kyndilin við eldi úr Olympia í Grikkalandi allan vegin hagar, ið leikirnir skulu vera. Soleiðis hevur verið síðan í 1928, tá ið Pierre de Coubertin barónur (f. 1. januar 1863 - d. 2. september 1937), sum endurstovnaði Olympisku leikirnir, heitti á ítróttafólk, at "halda lív í eldinum, ið umboðar endurfødda Olympiska andan". Olympiski eldurin brennur oman fyri Olympiska ítróttastaðin. Olympiskir vetrarleikir hava verið síðan í 1924. M.a. eru skirenning, íshockey, skílop og skoyturenning á skránni. Altíð eru nógvir áskoðarar til t.d. skilopskappingarnar í vetrar OL. Løgregla. Tey løgreglufólk, sum arbeiða úti á gøtuni, eru vanliga í eyðkennisbúna. Tey skriva frágreiðingar um t.d. ófrið, ferðsluóhapp og bardagar og handtaka fólk, er tað neyðugt. Er ólukka, steinga tey vegin, so bjargingarlið fáa arbeitt ótarnað. Løgreglufólk hava ymsar uppgávur. Tey taka m.a. brotsmenn, steðga bilum, ið koyra ov skjótt, og eru á varhaldi úti á gøtuni. Summi arbeiða eisini á skrivstovu. Tey kanna brotsverk og royna at avdúka brotsmenn. Løgreglan handtekur fólk, sum tey illtenkja at hava brotið lógina, ákæra tey og draga tey fyri rættin. Ferðsluløgreglan hjálpir ferðsluni og ansar eftir, at fólk koyra, sum tey eiga. Ferðsluløgreglan steðgar bilum, sum koyra ov skjótt ella á annan hátt bróta ferðslureglurnar. Tey hava radara at máta, hvussu skjótt bilar og motorsúkklur koyra. Ferðslukanningar verða gjørdar ymsastaðni í Føroyum av og á, og tá steðgar løgreglan bilum og motorsúkklum. Løgreglan spyr eftir koyrikorti og kannar, um akfarið er í nóg góðum standi, og um bilstjórin møguliga hevur drukkið rúsdrekka. Tey kanna eisini, um súkklur og prutl eru í lagi. Við hvørt fara tey í skúlar at greiða frá, hvussu børn eiga at bera seg í ferðsluni. Reglur um handtøku standa í rættargangslógini. Lata fólk seg ikki taka við góðum, kann løgreglan taka tey við hørðum. Í hesum arbeiði verða brúkt handjørn, skotvápn, hundar ella lurkar. Summi løgreglufólk hava væl vandar og dugnaligar hundar, sum eru lærdir at finna fólk og horvnar lutir. Summir eru servandir at snodda seg fram á narkotika. Løgreglan í Føroyum. Føroyar eru eitt løgregludømi í danska ríkinum undir ríkisløgreglu-ovastanum og løgmálaráðnum í Danmark. Føroyskt-danska løgreglan er partur av altjóða løgreglusamstarvinum Interpol. Løgreglustøðir eru á hesum støðum: Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Miðvági, Sandi og Tvøroyri. Støðarovasti ella sýslumaður hevur umsjón við løgregluni á ymsu plássunum. Ein kommiserur er fyri allar Føroyar, og hann hevur tilhald á løgreglustøðini í Tórshavn. Í politiøkinum verða somu uppgávur framdar sum í donskum politiøkjum. Tilsamans eru 109 løgreglufólk í starvi í Føroyum, 104 mannfólk og 5 konufólk. 54 starvast í Tórshavn. Politiið í Føroyum velir tey út, ið fara skulu undir politiútbúgvingina. Hesi fara síðani undir vanligu politiútbúgvingina, sum fer fram í Danmark. Eftir lokna útbúgving koma tey aftur til Føroya at starvast. Sostatt er størsti parturin av politifólkunum í Føroyum føroyingar. Hvítur nashyrningur. Mynd:Mapa distribuicao original white rhino.png|thumb|right|250px|Upprunalig útbreiðsla av Hvítur nashyrningur ella Breiðsnáðaður nashyrningur ("Ceratotherium simum") er eitt av heimsins størstu súgdjórum ið liva á landi, næst eftir fílum og áarrossum. Fullvaksna djórið kann er 170-183 cm til hæddar og 325-420 cm til longdar. Hannurin vigar 2-2,3 tons, meðan honin kann viga upp til 1,6 tons. Hvítur nashyrningur hevur tvey horn, tað fremra er 60 cm í miðal, men kan verða upp til 150 cm. Føðin er nærum bara gras. Samlaði stovnurin av hvítum Nashyrningum telur bert 8500 djór. Tvey undirsløg finnast. Hjá tí syðri undirslagnum "Ceratotherium simum simum" er stovnurin nøkurlunda støðugur á uml. 8500 djór, meðan ta norðara undirslagið "Ceratotherium simum cottoni" er álvarsliga hótt við færri enn 30 eftirlivandi djórum. Navnið "Hvítur nashyrningur" hevur onki við húðarlitin á djórinum at gera, men sigst stava frá breiðu snáðini, ið eins og hjá rossi er lagað til bit (grasbit). Á afrikaans málinum týðir orðið "weit" "breitt" (sama orð sum føroyskt "vítt"). Helst er orðið misskilt og skeivt navnborið í enskt sum "white" "hvítt". Sum mótsetning til hetta, hevur svarti nashyrningurin fingið heitið "svart". Ross. Hestar eru einnig notuð í íþróttum. Ross ella hestur (kvæðamál hors) (latín "Equus caballus") er eitt stórt súgdjór ið hoyrir til hópin hovdýr. Rossið varð tað seinasta stóra djórið, ið varð tamt. Tað var fyri umleið 6000 árum síðan, so rossið og menniskjað heva fylgst langa leið saman. Fyri summi er rossið frítíðarítriv og stuttleiki, fyri onnur ítróttur; og so eru tað tey, ið ikki høvdu kunnað livað uttan at hava rossið sum arbeiðsdjór og til flutnings. Menniskjan fór undir at temja rossið uml. 4000 ár fyri Krist, og 1000 ár seinni vóru tamross vanlig nógvastaðni. Í 3000 ár vóru rossini einasta álit til flutnings. Fyrr var hesturin nærri lívinum hjá teim flestu enn í dag. Hesturin varð nýttur sum ferðingarross, sum arbeiðshestur og sum stríðshestur, tá ið kríggj var. Í dag verða hestar mest nýttir til undirhalds, og mestsum ikki til arbeðis. Vituligt er, at slík dýr høvdu ymisk heiti alt eftir kyni og aldri, og tað hava tey enn. Vit hava: fyl, ungross, ryssa ella mer, greðing og hest, sum geldur greðingur oftast verður róptur. Ross eru av gløggastu djórum og løtt at ala. Ross hava gott tev, síggja og hoyra væl, so tey varnast skjótt vanda og tvíspora av stað. Ross ganga á ytsta táliðinum, og uttan um hann er harður hornhógvur. Aftantil undir ilini er gyrðin hornbølla, hóvtungan. Rossið fjaðrar á henni, tá ið tað rennur. Hestaskógvar verða negldir undir hógvarnar, so hógvarnir slítast ikki á hørðum lendi. Nú kenna vit mest hestakreftir í motorførum, bilum og bátum o.s.fr. Hóast flestu ross í dag eru tamd, so finnast framvegis villini ross so sum tað hótta asiatiska Przewalski'sa ross sum er tað einasta sanna villrossið í dag, og so onnur villini ross ið eru eftirkomarar av leysslopnum tamrossum. Evropeiska "Tarpanrossið" ella "Evropeiska villrossið" doyði út í 1909. Rossasløg. Nú eru fleiri enn 75 mió tom ross, skift sundur í eini 100 ymisk sløg. Ross verða skift í trý høvuðssløg - Tung ross, ið mest verða nýtt sum arbeiðsross, til dømis shirerossið; Løtt ross, mest nýtt til kappríðing, til dømis arábaraross; Smáross, til dømis hetlandsponny. Hæddin á rossinum verður máld ovast á faksið. Málini eru bandmál ella stangarmál. Hetlendska rossið er eitt tað minsta rossaslagið, bara 100 cm. høgt. Shirerossið er av størstu rossum. Tað er hægri enn 185 cm. og vigar meira enn 1100 kg. Føroyska rossið er sambært støddini í veruleikanum ein Poni eins og Hetlandsrossið. Mest vanliga ríðingarrossið í Føroyum í dag er Íslandsrossið. Heitið. Frá kvæðunum kenna vit orðini "hestur" og "gangari". Hetta merkir hestur ella ríðingarhestur eftir orðabók Chr. Matras'. Í dagligari talu verður felagsheitið "ross" ofta nýtt fyri ryssu (honhest), greðing (hannhest) og hest (geldan greðing). Upprunin til heitið ross er ikki kendur, men sambært orðabók Gyldendals frá 1991 (isbn 87-01-41132-2) merkir orðið stríðshestur. Frá søguligum keldum vita vit, at evropear einans nýttu greðingar í kríggi. Ross hevur tí helst merkt greðingur. At ross hava verið nýtt sum ferðingarhestar ber týski býurin Rosenheim boð um. Hetta var heim hestanna, tá ið farið varð um skarðið til Italiu. Týska stavsetingin er hin sama, sum vit nýta, við dupultum s'i. Í dag finst orðið bert í Føroyum, Íslandi og Hetlandi, við somu merking, men har íslendska stavsetingin er hross, og hetlendska russie. Í grannalondum okkara verður dýrið mest rópt hest ella hestur. Tó fyri sunnan (í Stóra Bretlandi) "horse". Orðið hors hevur eisini verið nýtt í Danmark, sum staðarnøvnini: Horsager, Horsevej, Horsens og Horsestigen benda á. Til hvussu hross verður til horse hevur málfrøðingurin Marius Staksberg hesa frágreiðing: Tá ið ljóð (fonem) í málinum á henda hátt skifta pláss, plaga vit at kalla tað umkast (metatesa). (Eitt føroyskt dømi er stivli til stilvi summastaðni í landinum.) Í hesum føri er ikki greitt, hvat er eldri, r + sjálvljóð ella sjálvljóð + r, tí bæði eru sera gomul. Men kanska er horse (fornenskt og danskt hors) eldri enn hross, germanskt *hrussa- og *hursa-, av indoevropeiskum *kers- 'renna', sbr. latín currere 'renna' og cursus 'renning', men tað er ikki full semja um upprunan (sbrt. Dansk Etymologisk Ordbog, Gyldendal 1976). Bæði orðini hestur og ross hava verið nýtt í Føroyum rættuliga leingi. Hesum bera m.a. staðarnøvnini: Rossastíggjarnir og Hestfall boð um, men júst í hvørji merking er ilt at siga. Orðið ross verður ikki nýtt í Evropa í dag. Í Týsklandi verður orðið "Pferd" nýtt og bert fá kenna orðið ross. Hjá okkum verða orðini ross og hestar av teim flestu nýtt við somu merking. Vit siga eins og íslendingar: Hevur tú hestar, Hava rossini fingið o.s.fr. Hestahús. Har hesturin stendur inni, verður í dag ofta kallað fjós. Hetta er kanska tí at hesturin hevur staðið saman við neytunum ella kúnni í fjósinum, har hønurnar eisini hildu til, ella har kúgvin stóð - tí nú kemur mjólkin úr handlinum. Vanligt var tó, at hestarnir vóru úti alt árið eins og seyðurin. Tað er ikki fyrr enn í tjúgundu øld, at farið varð at leggja tak á bólini, soleiðis at hesi vóru til seyðahús. Annars hava vit sera gott skil á, at hønurnar eru í høsnarhúsinum, gásin í gásarhúsinum, seyðurin í seyðahúsinum og kúgvin í fjósinum. So tað er onki meir náttúrligt, enn at hesturin er í hestahúsinum. Hetta heitið verður eisini nýtt í grannalondum okkara. Summum dámar betur at nevna hetta "rossahús" ella "rossastallur". Analogt áðurnevnda stavar hetta heiti kanska úr herinum. Kvæðamál. Kvæðamál er heitið ið verður brúkt í orðabókum um føroysk orð, helst gomul orð, ið finnast í føroysku kvæðunum, men sum neyvan verða brúkt í talumálinum annars. Summi av hesum liva tó sum partar av samansettum orðum, t.d. marur í "marbakki", "marfluga", "marmennil" o.s.fr. Føroyskt ross. Føroysk ross, Líggjas, Snarka, Libby og Bello. Føroyska rossið ella føroyski hesturin er eitt lítið ross, sum helst er ein poni eins og hetlandsrossið. Tað føroyska rossið er ættað undan teimum, landnámsmenn høvdu við sær. Tey vóru smá, og eru seinni blandað við m.a. norsk og íslendsk ross. Hesi vórðu størri og betri før fyri at draga vognar og plógv. Útsjónd og eginleikar. Tey føroysku rossini er smá og kná, hæddin er 120-132 cm. Teir vanligastu litirnir eru brúnt og svartbrúnt, men eisini eru nøkur reyð, svørt og flekkut. Fyrr í tíðini høvdu tey fleiri litir, men av tí at stovnurin minkaði so nógv, hvurvu fleiri litir. Føroyska rossið er vant at ganga úti alt árið, og klárar seg í føroysku náttúruni uttan ískoytisfóður. Er kavi so skava tey seg fram til grasið við hóvnum. Orsakað av nógva føroyska regninum hevur rossið ein tættan fitiríkan feld ið verjur móti regninum. Summarfeldurin er stutter og blankur, vetrarfeldurin er langur við serliga longum broddum. Klyvjaross. Klyvjaross var heitið ið føroyingar nýttu um arbeiðsrossið teir brúktu til flutning o.a. arbeiði. Klyvjaross vórðu m.a. nýtt sum plógdjór, fólkaflutning og til torvflutning; tveir rossaleypar vórðu festir á rossið, ein á hvørji síðu, og síðan fyltir við torvi. Hóttan og varðveitsla. Um ár 1800 vóru uml. 800 føroysk ross í Føroyum, men tíðliga í 20’du øld gjørdist rossið ein útflutningsvøra, bretar sum høvdu flutt ross í hópatali úr skotsku oyggjunum til arbeiðsross í kolanámunum, vendu sær nú til Føroya fyri at innflyta arbeiðsross. Hetta var ein av høvuðsorsøkunum, at rossatalið í Føroyum minkaði so skjótt. Í 1960’unum var farið undir at finna fram til tey fáu føroysku rossini ið eftir vóru. 4 ryssur og 1 greðing funnu tey fram til og eru hesi forfedrar til øll tey núlivandi føroysku rossini, eini 60 í tali. Føroyska rossið varð lýst sum egið slag í 1978, og var hetta aftur staðfest við DNA-kanningum í 2003. Føroyska rossið er framvegis álvarsliga hótt, og talið skal upp á minst 200 áðrenn talan ikki er um álvarsliga hótt djór. Protestantisma. Protestantiska læran tók seg upp í Týsklandi. Um 1560 var kristna læran í Evropa farin í tvíningar, ta protestantisku og ta katólsku. Fyrst í 16. øld hildu summi kristin, at Rómversk-katólska kirkjan ikki longur livdi eftir Jesu læru. Á odda í mótmælunum gekk týski munkurin, Martin Luther, og mong fóru í part við honum. Tey tóku seg úr rómversk-katólsku kirkjuni og byrjaðu eina rørslu, trúbotina. Trúbotin kom til Føroya í 1538. Nógvir týskir fúrstar tóku við nýggju læruni, so fingu teir loyst seg úr valdi pávans og keisarans í Rómverska ríkinum (hin katólski politiski valdsharrin). Flestu kristnu, sum ikki eru í katólsku ella ortodoksu kirkjuni, eru protestantar. Flestir føroyingar eru limir í fólkakirkjuni, sum er protestantisk (evangelisk-luthersk). Summar protestantiskar kirkjur eru evangeliskt-lutherskar, aðrar reformertar. Plantur. Í øllum londum vaksa plantur, ið prýða og hugtaka fólk, og grønmeti, ið smakkar væl. Nógvur heilivágur verður vunnin úr plantum, til dømis verður hjartaheilivágur vunnin úr digitalisplantuni og morfin úr dreymsólju. Plantur kunnu vera ersmáar algur ella ovurstór furutrø, ið kunnu vera enn 100 m. Allar plantur hava tey frálíku evni at taka orku úr sólarljósinum. Henda umgerð nevnist ljóssamruni, og hann trytar øllum vøkstri. Vit vita um eini 400 000 plantusløg, tað veri seg alfagrar prýðisblómur ella grønmeti. Nógv plantusløg eru eisini ikki staðfest enn, serliga í tropulondum, sum til dømis í Brasil. Nú á døgum eru 25 000 ymisk blómur, trø og aðrar plantur um at verða týnd, tí stór øki verða oydd. Flestallar plantur hava kynjaða nøring. Sáðið av sáðberunum gitir eggini í sáðgongini, og tey búnast so til fræ. Summar plantur, til dømis eplið, nørast ókynað. Úr seteplinum vaksa leggkýli, ið verða nýggj epli. Úr teimum veksur nýggjur slokkur aftur um várið. Úr moðurplantuni vaksa langir siðusprotar, renningar, sum festa rót, og úr teimum vaksa so nýggjar plantur. Hetta er ókynað nøring. Ber. Ber eru sevjumiklar, ektaðar fruktir og hava nógv fræ. Vínberjasløgini eru fleiri enn 5.000. Vínberini verða nýtt til vín. Turkað eita tey rosinur. Michel Foucault. Michel Foucault (føddur 15. oktober 1926, deyður 25. juni 1984) var ein franskur heimspekingur. Madagaskar. Madagaskar er ein oyggj í Afrika. Fólkið er komið bæði úr India og Afrika. Har eru bæði katolikkar og trúbótarmenn. Madagaskar er úti fyri eysturstrond Afrika. Alt síðan frumøld hevur oyggin verið avbyrgd frá øðrum londum, og tí eru plantur og dýr her, sum ikki eru nakra aðrastaðni í heiminum. Flestu fólk í Madagaskar eru bøndur, sum hvørt ár rudda sær eitt stykki at velta í. Týdningarmesta útflutningsvøran er vanilja, ið verður nýtt til ís, koladrykkir og køkubakstur. Siður er, at konufólkini hava prýðiligt og margbroytt hársnið, ið vísir, hvørji bygd tey eru úr. Í 1896 løgdu fransmenn oynna undir seg og høvdu hana til 1961. Tá fekk hon sjálvstýri undir navninum "Malaagssy". Í 1960 fekk Madagaskar støðu sum sjálvstøðugt ríki. Landafrøði. Úti í Indiahavinum eystan fyri Afrika er oyggin Madagaskar. Madagaskar er 5 ferðir so stór sum Ísland, á henni búgva okkurt um 20,6 mió. fólki. Oyggin er mest sum øll ein háslætti við djúpum gjáum og stórum dølum. Vindurin liggur mest sum altíð eystan úr havinum, og hann kemur við vátligari luft inn á tær brøttu líðirnar eystarumegin. Tær eru tí allar avvaksnar við tjúkkum regnskógi. Tá ið vindurin er farin um tey høgu fjøllini, sum eru eystarumegin, og komin vestur á háslættan, er tann nógvi rákin farin úr honum, og hann verður turrari og turrari, longur vestur hann kemur. Tí er eystari parturin av háslættanum savanna og vestari steppa. Efesusbrævið. Efesusbrævið er ætlað teimum heilagu, sum eru í Efesus. Paulus ápostul starvaðist longst í hesum býi, Efesus var høvuðsstaður í landspartinum Ásia og bant saman Ásia og Evropa. Sambært innihaldinum í Efesusbrævinum sæst, at Paulus var fangi um tað mundið, tá ið hann skrivaði brævið. Saman við Filemonsbrævinum, Filippibrævinum og Kolossabrævinum hoyrir Efesusbrævið til tey brøvini, ið Paulus skrivaði, meðan hann sat fangi. Efesusbrævið hevur ein tríeindan bygnað, tað sigur nógv um Gud sum Faðirin, sonin og heilaga andan. Efesusbrævið er kirkjuliðsbrævið fram um onnur. Tað sigur frá tí meistaraverki, sum eitur kirkjuliðið, og kirkjuliðið verður lýst við sjey myndum, sum bera vitnisburð um kirkjuliðsins dýrd. Brævið er eisini um, hvat Gud hevur hugsað, men eitt veldi arbeiðir ímóti Guds ætlanum til tess at gera tær til einkis. Brævið verður tí endað við at lýsa: tað stríð, vit skulu stríða; teimum herklæðum, ið okkum boðin verða; og tí sigri, ið vit kunnu vinna. Triðja Mósebók. Triðja Mósebók verður í hebráisku Bíbliuni nevnd "Wajiiqra". Tað merkir, "og hann kallaði", og soleiðis byrjar eisini bókin. Í Septuaginta eitur hon "Leviticon", og tað merkir "levitiska bókin". Hon var fyrst og fremst ein handbók hjá levitiskum prestum. Orðið Leviticus er tað sama orðið á latínskum. 3. Mósebók verður nevnd levitbókin, ikki tí at hon er so nógv um levitar, men heldur tí, at hon er um gudstænastuna, og í gudstænastuni høvdu levitar tað týdningarmesta at gera. Hon er gudstænastubókin í gamla sáttmálanum. Hon sigur frá, hvussu Ísrael skal liva sum heilag tjóð, úrskild til Harrans. N.T. vísir meira enn 40 ferðir aftur til 3. Mósebók, og næstan øll Bíblian ber dám av henni. Innihald. Offurtænastan í G.T. er týdningarmesta evnið í 3. Mósebók. Fimm ymiskar offurtænastur verða nevndar - sektaroffur, brennioffur, takkaroffur, grónoffur og syndaoffur. Longu í 2. Mósebók verður sagt frá, hvussu Áron og synir hansara vórðu settir í prestastørv. Í 3. Mósebók er fullfíggjað frágreiðing um prestavígsluna. Fremsta arbeiði teirra var at bera frem offur. Eisini høvdu teir annað týdningmikið arbeiði í halgidóminum og vera andligu lærararnir í Ísrael skildir burtur úr til tænastu Guds og vera Harrans boðum lýdnir. Talan um offur gongur sum aðaltáttur ígjøgnum alla 3. Mósebók. Forskriftirnar um fagnaðarárið eru eisini í 3. Mósebók. Kristoffur Kolumbus. Kristoffur Kolumbus (føddur 31. oktober 1451 í Italia – deyður 20. mai 1506 í Spania) varð føddur í býnum Genova í Italia. Faðir hansara var vevari, og sum drongur hjálpti Kolumbus pápa sínum, men hetta arbeiðið dámdi honum ikki. Honum dámdi best at ganga niðri í havnini og síggja øll seglskipini, ið har lógu. Longu sum 14 ára gamal fór hann til sjós. Mest varð siglt millum londini við Miðjarðarhavið, men kanska hevur hann verið onkran túr í Norðurlondum og fram við Afrikastrondini. Okkurt bendi á, at hann vildi gerast viðgitin og ríkur. Hann var ikki nøgdur við at vera av fátækum fólki, tí lætst hann at vera av ríkum fólki, og hann segði seg hava fingið útbúgving. Í nøkur ár búði hann í Portugal, har hann giftist eini ríkari gentu. Tá sá hann, hvussu tey ríku livdu, og hugurin at gerast viðgitin og ríkur vaks. Øll vistu, at stór ríkidømi vóru í Ásia, og nógvir vísindamenn vóru ikki í iva um, at tað bar til at koma til Ásia, um tú sigldi vestureftir. Men eingin hevði roynt at sigla tann vegin. Kolumbus varð meira og meira sannførdur um, at tað læt seg gera. Hann var so spentur at prógva tað, at hann í næstan tíggju ár royndi at fáa ymisk lond at gjalda ferðina. Og at enda eydnaðist tað at fáa sponsku kongshjúnini at játta. Í apríl 1492 vórðu skjølini undirskrivað, og Kolumbus fór at fyrireika sína fyrstu ferð. Á síni fyrstu ferð kom hann til Bahamasoyggjarnar, Kuba og Hispaniola. Men ferðin eydaðist ikki so væl. Hann hevði nøkur innfødd við sær, tá ið hann kom heimaftur til Spania, og hann visti nógvar spennandi søgur at siga um tað, hann hevði funnið. Men tað nógva kryddvørurnar og gullið, sum hann hevði droymt um, fann hann ikki. Kolumbus var tí vísur í, at hann fór at finna ríkidømi, um hann slapp einaferð aftrat. Isabella og Ferdinand stuðlaðu honum, og hann slapp tríggjar ferðir aftrat. Á hesum ferðum fann Kolumbus Trinidad, Jameika og fleiri lond í Miðamerika. Tað stóra ríkidømi fann hann ongantíð, men til sín doyggjandi dag í 1506 var hann vísur í, at tað var Ásia, hann var komin til. Hetlandsross. Hetlandsross í ferð við at losa feldin Hetlandsross ella Hetlandsponi (enskt Shetland Pony) er ein poni við uppruna í Hetlandi. Fullvaksin er hendan poniin ikki meir enn 1,07 m til hæddar. Hetta vælumtókta ponislagið er útbreitt um allan heim, men serliga í stórum tali í Stórabretlandi og Norðuramerika. Golden Gate brúgvin. a> við Golden Gate brúnni. Kenda brúgvin læt upp í 1937. Golden Gate brúgvin er ein heingibrúgv um Golden Gate sundið í San Francisco, Kalifornia. Heingibrúgvin er 2737 m long og er hon ein tann longsta í heiminum. Brúgvin varð liðug í apríl 1937 og kostaði $27 mill. Brúgvin er 2737,4 m long og 27,4 m breið, hevur seks koyribreytir og tvær gongubreytir. Siglast kann undir brúnni. Stálveirar eru festir í brúgvartornini, sum bera brúnna. Golden Gate brúgvin í 2015. Brúgvin til Terabithia. Brúgvin til Terabithia (upprunaheiti: Bridge to Terabithia) er ein amerikanskur Disney-filmur frá 2007. Filmurin byggir á bókina hjá Katherine Paterson. Søgugongd. Høvuðspersónurin í Bridge to Terabithia, Jesse Aarons, er í samleikakreppu. Hansara vantandi sjálvsálit og hansara kúgaða støða heima gera, at hann er misnøgdur við sín egna samleika, hann sær seg sjálvan við pápans eygum. Hann er í húsi saman við fimm konufólkum og saknar sárt at práta við pápan. Pápin arbeiðir langt heimanífrá og hevur ikki orku at vera saman við familjuni. Jess hevur eitt yndisítriv, tað er at tekna. Við sínum tekningum fær Jess fram sítt innasta mál, tað er ofta torført hjá honum at orðføra seg, men myndir koma til hansara, tá ið eitthvørt hugtekur hann. Lærarin Julia Edmunds er ein øðrvísi persónur. Foreldrini hjá Jess halda lítið um hana, men Jess fær í Juliu ei góðan vin, sum kemur í foreldra stað, tá ið foreldrini ikki skilja hann. Men so flytir Leslie Burke inn í grannahúsini, og hon er heilt øðrvísi enn aðrar gentur. Bæði hús, klæði og áskoðanir heima hjá Leslie og teimum eru avgjørt øðrvísi enn hjá øllum hinum í bygdini í Virginia. Í loyniliga landinum, "Terabitia", mennist vinalag teirra. Hesin heimur, fyltur við hugflog og vitan, broytir hann og ger hann føran fyri at taka støðu sjálvur. Men so verður Leslie brádliga tikin frá honum. Limerick. Limerick (Írskt: Luimneach, "Lom na nEach" = "Víðavangur rossanna") er ein miðalstórur býur og umsitingardepil í County Limerick í provinsinum Munster í miðvestur Írlandi. Limerick hevur 92.539 íbúgvar (2009) og liggur við ánna Shannon; trýggjar brýr eru um ánna nær við miðbýin. Við forstøðum telur býurin 100.757 íbúgvar (2009). Kettur. a> høvdu kettur at verja korngoymslurnar. Teir virdu ketturnar so nógv, at summar vórðu tilbidnar sum gudar, og teir gjørdu teimum standmyndir sum hesa. Kattur (frøðiheiti "Felis catus") er lítið smidligt dýr við bleytum skinni vanl. havt sum húsdjór. Eygleiða vit kettu, ið lúrir eftir t.d. fugli, síggja vit týðuliga skyldskapin við tikara og leyvu. Ketta svevur í miðal einar 16 tímar um samdøgrið, men ikki leingi í senn. Kroppurin er lagaður at nýta nógva orku í stuttum bilum og krevur tí nógva hvíld aftaná. Ketta er eisini reinfør. Hon vaskar sær minst ein tíma til saman um dagin og sleikir skinnið reint, so tað verður blankt, slætt og mjúkt, tí tá livir tað betur. Samstundis sleppur hon av við sníkjarar, og blóðrenslið verður betri. Í ringum ljósi eru sjónopurnar stórar, so mest møguligt ljós sleppur at eyganum. Innast í eyganum er endurskyggjandi jaður, ið kastar ljósið aftur frá eyganum. Tí lýsa kettueygu í myrkri. Í dagslýsi eru sjónopnurnar smalar, so minni ljós kemur at eyganum. Í mong túsund ár er svørt ketta sett í samband við pátrúgv og gand. Summi halda framvegis, at hon boðar frá bæði ófrættum og eydnu. Sløg. Okkara kettur eru ættaðar undan gráríputum villkatti, ið hevur verið í uml. 1 mió ár, tí afrikanska villkattinum. Villkatturin líkist vanligu tomu kettuni, men er førligari, og høvið er størri. Afrikanski villkatturin hevur døkkar rendur á hala og beinum. Onnur villkattasløg eru óivað eisini upp ígjøgnum tíðirnar ald í øðrum heismpørtum. Tomu ketturnar vóru serliga havdar at taka rottur og mýs í korngoymslum. So við og við spjaddust ketturnar við menniskjum til flestu øki í heiminum, og fólk fóru at ala serlig kettusløg, til dømis halaleysa mankettu, snøgga kettu og lodna persarakettu. Tamar kettur vóru vanligar í Evropa fyri 3.000 árum síðan. Fleiri enn 300 ymisk kettusløg eru ald við ávísum litum, men enn fleiri tilvildarlig sløg eru. Kettualarar koma javnan við nýggjum blendingum, ið teir skilja burturúr. Bombaikettan er eitt rættiliga ungt slag, ald í USA. Hon er undan burmesiskari kettu, sum fekk kettlingar við amerikanskari kettu. Hóast bombaikettan er tættullað og snøgg, hevur hon øll tey vanligu kettueyðkennini. Kettlingar. Ketta gongur kviðin einar 9 vikur. Ketta leggur einar tvær ferðir um árið. Upp í 8-10 kettlingar kunnu vera í løguni, men vanligast eru 2-4. Nýløgdu kettlingarnir hava eingi eygu fyrstu vikuna og eru hjálparleysir. Tvær vikur gamlir royna teir at stetla. Fyrstu tíðina súgva teir mammuna, men átta vikur gamlir fara teir at eta fasta føði og súgva minni og minni. Einar 4 vikur seinni gongur kettan aftur á illum. Kettlingar spæla nógv og berjast til stuttleika ella renna eftir halanum á sær sjálvum. Endamálið er eyðsýnt. Teir búnast at veiða, at bera skjótt at, venja styrki og fimi, sum er treyt, tá ið teir skulu veiða sjálvir. Veiða. Ketta er ófør at veiða. Hon hevur gløggar sansir, hvassar tenn og hvassar kløur og er sterk og kimlilig. Ketta veiðir helst um náttina, og hon sær væl í myrkri. Enntá tamar kettur munnu sum oftast draga at lívbjarga sær sjálvar, tær taka smáfugl, skordýr, mýs og onnur smádjór. Ketta hevur frálíka gott tev. Tá ið hon nærkast til dømis eini mús, nýtir hon eisini oyru og eygu. Varisliga og spakuliga sníkir hon seg nær músini, loypur so við útspílaðum klóm, høggur í hana og bítur í nakkan ella høvdið at hálsbróta hana. Ketta hevur eisini sterk, long afturbein og kann tí leypa langt. Ofta sæst hon snara høvdinum til ymsar vangar, áðrenn hon loypur til tess at døma um, hvussu langt lopið er. Carolina. Carolina er felagsheiti ið verður nýtt um South- og North Carolina í USA. Fólkatalið var 14,1 mió. við ársbyrjan 2011. Kolumbia. Kolumbia (República de Colombia) er eitt land í útnyrðingshorninum av Suðuramerika. Landið hevði havt umleið 46,4 mió. íbúgvar í 2012. Høvuðsstaðurin er Bogotá og tað er eisini størsti býur í Kolumbia. Høvuðsmálið er spanskt. Síðan 1819, tá ið Kolumbia gjørdist sjálvstøðugt ríki, hevur javnan verið borgarakríggj, og seinastu árini hevur verið blóðugt stríð ímillum drøggfelagsskapir, sum stríðast um vald. Vinstravíðgongda uppreistrarliðið FARC hevur barst móti kolumbisku stjórnini síðan 1964, og tað er harvið longsta vápnaða stríðið í Latínamerika. Einki annað land í heiminum dyrkar so nógv kokain sum Kolumbia. Stóru áirnar, t.d. Orinocoá og Amasoná, eru týdningarmiklar vøruflutningsleiðir. Landafrøði. Kolumbia er 1.138.914 km² stórt og landið hevur mark í útnyrðing við Panama, í eystri við Venesuela, í landsynning og suðri við Brasil og í útsynning við Peru og Ekvador. Oman úr fjøllunum renna nógvar áir. "Rio Magdalena" eitur longsta áin í Kolumbia. Hon kemur úr fjøllunum suðuri í landinum og rennur norður ígjøgnum Kolumbia út í Karibiahavið. Áin er 1.540 km long. Hægstu fjøllini standa norðuri í landinum, tætt við markið til Venesuela. Teir hægstu tindarnir eru "Pico Cristóbal Colón" og "Pico Simón Bolívar", sum báðir eru 5.775 metrar høgir. Búskapur. Nógv veðurlagsbelti eru í Kolumbia, og tí ber til at hava ein ógvuliga fjølbroyttan landbúnað. Í mong ár var kaffi høvuðssútflutningsvøra landsins, og Kolumbia dyrkar, næst eftir Brasil, mesta kaffi í heiminum. Tá ið berini eru hentað, verða tey latin í stórar kassar og sett at turka í sólini. Av tí at kaffiprísurin alsamt er fallin á heimsmarknaðinum, hevur Kolumbia verið noytt at leggja dent á at dyrka aðra grøði til útflutnings, t.d. sukur, bananir, bummull og blómur. Oljuvinnan hevur fingið stóran týdning í búskapinum í Kolumbia, eftir tað at nógv olja varð funnin í ein landnyrðing úr Bogotá. Á oljureinsiverkum, sum tí í býnum Barrankuilla, verður ráoljan gjørd til brennievni til bilar og flogfør. Eisini er nikkul funnið og ovurstórar kolalindir, tær størstu í Latínamerika. USA, Týskland og Japan eru størstu handilsfelagar hjá Kolumbia. Søga. Tá ið sponsku hertakararnir komu til Kolumbia í 1499, komu teir til eina siðmenning, sum átti ógvuliga nógv gull. Eisini hoyrdu teir um ein duldarfullan, horvnan bý, nevndur El Dorado, har so nógv ríkidømi var, at tað bar av øllum viti, men hann er ikki funnin enn. Spaniamenn bygdu m.a. lívliga havnabýin, Cartegna, í 16. øld. Haðan sigldu stóru sponsku galleónirnar til Evropa, fullfermdar av dýrgripum, sum vóru stolnir frá indiánunum. Gomlu býarmúrarnir og glæsiligu stórmanshúsini og kirkjurnar standa enn; eisini mongu hervirkini, sum spaniamenn bygdu at verja seg fyri sjórænarum og álopum úr grannalondunum. Lítla bygdin, San Augustin, tætt við fjøllini suðuri í landinum er gitin fyri sínar gomlu steinmyndir. Standmyndirnar eru minst 800 ára gamlar, men vit vita lítið um fólkið, ið høgdi tær. Summir serfrøðingar halda staðin hava verið halgimiðdepil, har bygdarfólkið jarðaði síni deyðu og setti høggmyndirnar á leiðini. Mentan. Allir kolumbiar duga at dansa kumbia, enntá børnini. Dansurin hevur røtur aftur í afrikanska mentan, frá trælunum, ið vórðu førdir til Kolumbia úr Afrika í 19. øld, og í spanska og indiánska mentan. Mannfólkini eru í hvítum klæðum var trælabúnin. Konufólkaklæðini líkjast sponskum klæðum. Cherokee-indiánarnir. Cherokee-indiánarnir eru av einum fólki, sum hevur verið í Amerikanska kontinentinum í meira enn 6.000 ár. Teirra mentan verður hildin at vera vøggan hjá USA. Meginparturin av cherokee-fólkinum býr í dag í Oklahoma, tí statinum, sum í 1866 fekk navnið "okla humma" (Choctaw navn, ið merkir: "reyðmaður"). Umleið 3,7 milliónir búgva í Oklahoma. Av teimum eru 262,581 indiánar. Nógv av klæðunum gjørdu teir úr skinni. Men síðan evropear tóku landið, hava teir verið noyddir at gingið í evropeiskum klæðum, sum til dømis hatti ella buksum. Bara í fáum fjarskotnum støðum og til veitslur lata tey seg enn í, sum fólkið gjørdi tá. Føroysk mentan. Føroyska mentanin er siðirnir, listin og málið í Føroyum. Føroysk mentan hevur sín uppruna í norrønari mentan. Bæði tey søguligu og tey landalæruligu viðurskiftini eru við til at mynda eina mentan. Føroyska málið. Tey fyrstu niðursetufólkini, sum komu til Føroya úr Noregi, høvdu sína mentan úr heimlandinum við sær. Málið var norrønt, soleiðis sum tað varð tosað á Vesturlandinum í Noregi, men nú fólkini vóru skild sundur, gekk eisini málið sundur og broyttist ymiskar vegir. Fyrsta dømið um, at føroyskt er um at gerast sjálvstøðugt mál, finst í Seyðabrævinum frá 1298. Føroyskt mál var langt upp í tíðina bara talumál. Eftir trúbótina gjørdust allir prestar í Føroyum danskir embætismenn og fóru at prædika og tosa á donskum. Hjá føroyingum fekk danskt støðu sum tað tignarliga og heilaga málið, og danskt varð skrivað í øllum viðurskiftum við myndugleikarnar. Føroyskt var bara heimamálið, sum vanliga fólkið tosaði sínámillum í gerandisdegnum. Onkrar royndir vórðu gjørdar at skriva føroyskt. Tann fyrsti, sum rættiliga savnaði føroysk orð og gjørdi føroyska orðabók, var miðvingurin Jens Christian Svabo. Sagt verður um hann, at hann við hesi innsavning bjargaði føroyskum undan at doyggja út. Hetta var um 1780. Presturin Johan Henrik Schrøter beyð sær til at umseta Nýggja Testamenti til føroyskt. Hann týddi Matteusar Evangeliið, tað kom út í 1823. Mótstøðan var stór ímóti útgávuni. Prestar og flestir føroyingar hildu, at føroyskt hóskaði seg ikki í viðurskiftunum við Várharra, ella, at Gud skilti ikki føroyskt. Føroyingar høvdu tá í nærum 300 ár vant seg við, at málið í kirkjuni var danskt. Alstóran týdning fyri føroysk bíbliumál og kirkjumál fingu Victor Danielsen og Jákup Dahl. Í 1937 góvu teir út hvør sína umseting av øllum Nýggja Testamenti. Í 1949 kom øll Bíblian út í týðing eftir Victor Danielsen. Føroyskur dansur. Eitt annað sereyðkenni fyri føroyska mentan er dansurin, sum føroyingar hava dansað langt aftur í tíðina og dansa enn. Teir hava kvøðið um stórar hetjur, sum søgur gingu frá. Hesar søgur breiddu seg í miðøldini um alt Norðurevropa og heilt til londini í Norðurhøvum. Um føroyska dansin fáa vit fyrstu ferð at vita frá íslendinginum Jóni Indiafara, tá ið hann var í Føroyum í árinum 1615. Í 19. øld fóru menn rættiliga at skriva niður føroysk kvæði. Fornminnisgranskarar høvdu funnið fram til, at fornu hetjusøgurnar vóru best varðveittar í føroysku kvæðunum. Tí heittu teir á føroyingar um at skriva tey niður. Ein hin kendasti var Jóannes í Króki heiman av Sandi. Hann savnaði ein hóp av kvæðum saman. Í øldir hava kvæðini verið lærd munn av munni. Foreldur lærdu dóttur ella son tey kvæðini, tey dugdu uttanat. Soleiðis kundu tey varðveitast og skrivast niður. Føroyskur tónleikur. Føroysk tónaskøld sum t.d. Sunleif Rasmussen og Pauli í Sandagerði eru viðurkend aðrastaðni enn í Føroyum, og føroyskar fløgur koma út í stórum tali. Tað er ikki sum fyrr. Tá gjørdu føroyingar lítið við ljóðføri, onkur skúlalærari átti eina violin, onkur sjómaður eina harmoniku, tað var alt. Men so við og við vaks áhugin, fólk fóru at læra seg at spæla, orkestur vórðu skipað, musikkskúlarnir komu til, og nú taka nýggir tónleikabólkar seg upp í heilum og allastaðni í landinum. Samstundis eru hornorkestrini og kórini framvegis virkin um alt landið. Føroyingar syngja saman meira enn onnur, verður sagt, og kórsangurin er sum eitt framhald av gomlu kvøðingini. Tey eldru tónaskøldini sum Hans Jákup Højgaard og Jógvan Waagstein skrivaðu songløg og stjórnaðu sjálvir kórum. Yrkjarin Regin Dahl er eisini virkin sum tónaskald, menn hann skrivaði ongantíð løgini niður. Kórsangur verður eisini framførdur saman við ljóðførum, eitt nú á nýggjárskonsertunum hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Føroyskur sjónleikur. Fyrsta, vit vita um sjónleik í Føroyum, er frá ferðafrásøgn eftir Jens Christian Svabo í 1781. Hann sigur frá, at embætismenninir í Tórshavn stuttleika sær við at spæla sjónleik. Teir spældu leikir eftir norðmannin Ludvig Holberg, sum var vælumtóktur og kendur kommediurrithøvundur um alt Norðurevropa í 18. øld. Føroyskan sjónleik fáa vit í tjóðarskapartíðini. Fyrsta avrikið var longu á føstulávint í 1889, beint eftir at Føroyingafelag varð stovnað. Tá vóru tveir leikir frumsýndir, annar var Gunnar Havreki eftir Rasmus Effersøe og hin Veðurføst eftir Sonnu Helenu Patursson. Í 1977 fór sjónleikurin inn á eina nýggja kós, tá ein av fremstu leikstjórum okkara Eyðun Johannessen saman við øðrum stovnaði yrkisleikbólkin Grímu. Við hesum bólki hevur føroyskur sjónleikur vunnið nógv framá og er vorðin ein listagrein á høgum listaligum stigi. Føroyskir filmar. Føroyingar síggja útlendskan film, kanska serliga amerikanskan, bæði í biohøllum og í sjónvarpi. Einasti føroyski filmsleikstjórnin, sum higartil hevur gjørt vart við seg, er Katrin Ottarsdóttir. Filmar, hon hevur leikstjórnað, eru m.a. Bye Bye Bluebird, Maðurin ið slapp at fara og Atlantic Rhapsody - 52 scener fra Tórshavn. Føroyar hava eisini verið nýttar sum leiktjøld hjá útlendskum filmsleikstjórum, m.a. í stóra filminum eftir danska leikstjóran Niels Malmros, Barbara. Barbara byggir á skaldsøgu eftir Jørgen-Frantz Jacobsen. Í hesum filmi vóru nógvir føroyingar uppií, serliga sum statistar. Føroysk list. a>) málaði ævintýrfuglar, sum hann nevndi mánadúgvur. Tónleikur við ljóðførum kom seint til Føroya. Sama kann sigast um myndlistina. Elstu føroysku málningarnar, vit vita um, hevur Díðrikur í Kárastovu av Skarvanesi gjørt um ár 1850. Men teir fyrstu málararnir, sum Jógvan Waagstein og Niels Kruse, málaðu mest tað føroyska landslagið við sínum skiftandi ljósi og litum. Í 1948 varð skipað fyri fyrstu almennu framsýningini av myndlist í Føroyum. Tá varð hildið, at kundi ein framsýning skipast annaðhvørt ár, so var væl vorðið. Nú eru framsýningarnar tættar, og eitt stórt tal av listafólki skapa eina fjølbroytta føroyska myndlist. Kendast eru listafólk sum t.d. Hans Pauli Olsen, Steffan Danielsen, Janus Kamban, Ingálvur av Reyni, Ruth Smith, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen, Sámal Joensen-Mikines og Thomas Arge. Hjá teimum, sum nú mála, er føroyska landslagið fremvegis eitt høvuðsevni, men nú verður tað loyst sundur í litir og skap, so tað ikki kenst aftur beinleiðis. Sum við nútímans yrkingum og tónleiki verður meira og meira gjørt við at skapa óbundnar og fríar myndir. Føroyskir rithøvundar. a>. Hann skrivaði ikki á føroyskum men á donskum. Fosturlandssangirnir skuldu vekja fólk og lata eyguni upp fyri tí góða og vakra í Føroyum. Tað friðsæla og vakra var eisini fremst í huganum á skaldinum Hans Andreasi Djurhuus, sum skrivaði ævintýr, sjónleikir, søgur og nógvar sangir, serliga barnasangir. Men skaldskapurin broyttist, og í 1914 gav beiggi hansara, J.H.O. Djurhuus, út fyrstu føroysku yrkingarnar, sum ikki vóru ætlaðar at syngja. Tær skuldu lesast og lýsa kenslurnar hjá skaldinum sjálvum. Um ár 1900 vórðu føddir fleiri av okkara størstu rithøvundum. Poul F. Joensen í Sumba, William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen í Tórshavn, Christian Matras á Viðareiði, Heðin Brú í Skálavík og Martin Joensen í Sandvík. Best síggja vit ta broyttu tíðina aftur í yrkingasøvnum, sum nú komu út. Tær eldru yrkingarnar høvdu rím og eitt fast snið. Tann fría nútíðaryrkingin er heilt øðrvísi. Nú sleppur hugurin at reika og fara út um vanlig mørk, og yrkjarin roynir at seta myndir saman til eina sterka, persónliga kenslu. Her kunnu nevnast nýskapandi yrkjarar sum til dømis Jóanes Nielsen, Rói Patursson, Guðrið Helmsdal og Steinbjørn B. Jacobsen. Føroyskir miðlar. Fjølmiðlarnir hava fingið stóran týdning í okkara mentan. Í 1959 kom Útvarp Føroya aftur at bløðunum, og í 1984 fór Sjónvarp Føroya at senda. Fjølmiðlarnir bera tíðindi og lýsa viðurskifti í okkara samfelagi. Nú eru eisini teldurnar komnar, og nú sita ung og børn og leggja sínar tankar út á netið, siga frá um seg sjálv og koma í samband við allan heimin. Samstundis sita ungdómar og lurta eftir tónleiki úr øllum heimspørtum. Kylie Minogue. Kylie Ann Minogue (fødd 28. mai 1968 í Melbourne í Avstralia) er ein avstralsk songkvinna, sangskrivari og sjónleikari. Hon er heimskend og hevur vunnið fleiri heiðurslønir. Hon hevði fleiri leiklutir í sjónvarpsrøðum, longu meðan hon var barn, m.a. høvdu hon og systir hennara, Dannii Minogue, eina tónleikasjónvarpsrøð tíðliga í 1980-árunum. Tað var her, at Kylie fyrstu ferð framførdi alment sum sangari. Lívsleiðin. Hon gjørdist heimskend, tá hon hevði ein av høvuðsleiklutunum í sjónvarpsrøðini "Neighbours", sum byrjaði í 1986. Eftir at Minogue byrjaði sína lívsleið sum sjónleikarinna, fór hon í 1987 í holt við sína lívsleið sum songkvinna. Í sambandi við eina sjónvarpssending við vælgerandi endamáli, sang hon tann gamla vælkenda sangin "The Loco-Motion", tað slóðaði veg fyri einari kontrakt við plátufelagið Mushroom Records. Fyrsta pláta hennara "Kylie" (1988) og stakfløgan "I Should Be So Lucky" náddu báðar á ovastu rók á bretska hittlistanum. Í 1994 útgav Minogue plátuna "Kylie Minogue". Fyrsta staklagið av hesi plátuni "Confide in Me" náddi fyrsta plássið í Avstralia og annað plássið í Stóra Bretlandi, umframt at lagið var vælumtókt í fleiri Evropeiskum londum sama árið. Í 2005 gjørdist Minogue sjúk av bróstkrabba, og orsakað av hesum, noyddist hon at avlýsa fleiri konsertir og ferðir. Árið eftir kom hon sterkt aftur eftir væleydnaða krabbameins viðgerð. Hon hevur allatíðina verið opin um sína sjúku, og hevur varpað ljós á bróstkrabba. Hon hevur eisini fingið viðurkenning fyri sítt arbeiði innan hetta øki. Minogue hevði seinni stóra sukse í 2000 við staklagnum "Spinning Around" og fløvuni "Light Years". Sangurin "Can't Get You Out of My Head" náddi fyrsta plássi í meira enn 40 londum, og fløgan "Fever" (2001) var eisini sera vælumtókt í nógvum londum, teirra millum USA. Minogue hevur til nú (2011) selt meir enn 68 milliónir tónleikaútgávur (album) og umleið 55 milliónir stakløg kring heimin. Arnarfjøll. Arnarfjøll (kekkiskt: "Orlické hory", pólskt: "Góry Orlickie", týskt: "Adlergebirge") eru ein fjallagarður í Kekkia. Lítil partur av fjøllunum liggur eisini í Póllandi. Hægsta fjallið er Velká Deštná, 1.115 metrar høgt. Pól Arni Holm. Frímerki við motivi frá kvæðnum um Ormin Langa. Pól Arni Holm (føddur 10. februar 1977) á Tvøroyri var við til at stovna nú heimskenda orkestrið Týr. Hann var forsangari í Týr frá stovnanini í 1998 til 2002, eftir at fløgan "How far to Asgaard" kom út. Pól Arni syngur m.a. sangin "Ormurin langi", sum er teirra egna tulking av føroyska kvæðnum við sama heiti. Pól Árni er nú í bólkinum Hamradun. Tróndur Enni. Tróndur Enni av Tvøroyri er virkin tónleikari í Suðuroy. Tróndur spælir á fleiri ljóðføri, m.a. horn, bass og guitar. Hann hevur starvast sum tónleikalærari í Suðuroyar Musikkskúla og spælir við ymiskum tónleikarum, m.a. Una Debess, Lív Næs og Eyðun Nolsøe. Tróndur eisini við í nýggja tónleikabólkinum "Eyðun og Lærusveinarnir" saman við Eyðun Nolsøe og trummuspælaranum Brandur Jacobsen. Harumframt spælir Tróndur Enni eisini trompet við Tvøroyrar Hornorkestri, onkuntíð stjørnar hann eisini hornorkestrinum. Tróndur og Brandur Enni eru beiggjar, teir hava fleiri ferðir spælt saman á konsertum í Føroyum, tá Brandur, sum býr í Svøríki er í Føroyum. Teir spældu m.a. saman á Ó-konsertini 27. juli 2011 í Havn, á Jóansøkufestivalinum 2009 og á Saltsilokonsertini á Drelnesi í mai 2010. Útgávur. Tróndur Enni hevur ikki givið út egna fløvu enn (januar 2013), men hann er við á fløvum og føroysku útvarpsrásirnar spæla av og á løg hjá honum, m.a. lagið "Sveimandi" sum Tróndur syngur og spælir saman við unnustu síni Lív Næs, sum eisini er tónleikari, sangari og sangskrivari. Dolly Parton. a> virðislønina, sum kallast "Applause Award". Dolly Rebecca Parton (fødd 19. januar 1946 í "Pittman Center", ein bygd nær við Gatlinburg í Tennessee) er songkvinna og sangskrivari úr eystara partinum av Tennessee. Hon hevur havt eitt sera virkið tónleikalív. Parton byrjaði sum sangari og sangskrivari í sekstiárunum. Gjøgnum 50 ára yrkisleið hennara innan countrytónleik, hevur hon roynt tað mesta. Parton hevur verið gift við sama manninum, Carl Thomas Dean, í 44 ár, og tað er ein orsøk til tað, heldur hon. "Eg møtti manni mínum, áðrenn eg varð stjørna, og hann er líkaglaður við tað. Um eg varð gift við einum úr mínari bransju, hevði tað ongantíð hildið", sigur hon við heimasíðuna, "Femalefirst". Dolly Parton hevur vunnið 8 Grammy-virðislønir frá 1969 til 2011 í ymiskum samanhangum. Útgávur. Hon hevur selt tilsamans 174 milliónur fløgur, lp-plátur vm. Detroit. Detroit er stórbýur í amerikanska statinum Michigan og liggur við ánna Detroitá. Detroit er størsti býur í statinum Michigan. Hann er kendur sum heimstaðurin hjá amerikanska bilídnaðinum. Tær tríggjar stóru bilverksmiðjurnar General Motors, Chrysler og Ford vóru allar úr Detroit. Vánalig fíggjarumsiting, minkandi íbúgvatal og víkjandi skattagrundarlag seinastu 40 árini hava fingið Detroit út á eggina. So illa stendur til í amerikanska bilbýnum, at áheitan um trotaviðgerð varð latin inn í 2013. Detroit skyldar meir enn 100 millliardir krónur. Býurin er rakur av stórum arbeiðsloysi (18 % í 2014) og ógvusligari fráflyting. Í 1950 búðu á leið 1,8 milliónir í Detroit, men í 2014 er fólkatalið bara 650.000. a> hevur rakt Detroit hart, og ført arbeiðloysi og økta fráflyting við sær. Í 2014 var fólkatalið 650 000. Fyri 10 árum síðani vóru tey 1 mió í tali. Sambært Forbes er Detroit er tann býurin í USA við mest harðskapi í 2014, og har vórðu fleiri enn 333 morð skrásett í 2013. Lógloysið er fimm ferðir størri her enn miðaltalið fyri landið. Samanborið við t.d. New York City verða 11 ferðir so nógv fólk dripin í Detroit, eitt morð fyri 1719 íbúgvar. Fraklendingar vórðu fyrstu evropearar, sum settu seg niður í Detroit. Hetta var í 1701. 83 prosent av fólkinum í Detroit eru svørt, og nógv teirra eru fátæk. Arbeiðsloysið í býnum er um 18 prosent, á leið tvífalt so stórt sum aðrastaðni í USA. Búskapur. Har eru nógvar bilverksmiðjur; í Detroit eru størstu bilverksmiðjur í heiminum. M.a. hevur G.M., Ford og Chrysler høvuðssæti í býnum. Fíggjarkreppan 2007-2009 hevur rakt Detroit ógvuliga hart. Millum býirnar sum eru harðast raktir í USA, eru Detroit. Nógv fólk í Detroit eru rakt ógvuliga hart av arbeiðsloysi. Tað er ein dómstólur sum hevur góðkent umsóknina frá býarstýrinum um gjaldsteðg í 2013; hetta er størsta trotabúgv nakrantíð í USA, og gjaldsteðgurin merkir, at kreditorarnir ikki sleppa eftir ognunum hjá býnum, meðan ein ætlan verður gjørd fyri, hvussu skuldin skal fáast av verðini. 650 000 fólk búgva í Detroit, og tey skylda tilsamans yvir 100 mia. kr gjøgnum sín borgaraskap í býnum. Út ímóti 78.000 bygningar í býnum standa tómir í 2014, og helmingurin av teimum er mettur at kunna rapla. 40 prosent av gøtuljósunum virka ikki. Minni enn helmingurin av sjúkrabilunum í býnum virkaði bara onkuntíð seinasta ársfjórðing. Akførini hjá sløkkiliðnum eru somuleiðis í ringum standi. Evangeliið eftir Markus. Evangeliið eftir Markus er – eftir øllum líkindum – elsta evangeliið. Siðaarvurin er á einum máli um, at høvundurin æt Markus. Fulla navn hansara var Jóhannes Markus, og hann var ættaður úr Jerúsalem. Gitt hevur verið, at hann var hin navnleysi unglingin, sum umrøddur er í. Hús móður hansara var samkomustaður hjá oddamonnum í kirkjuliðinum eftir hvítusunnu. Sjálvur hevur Markus havt gott samband við t.d. bæði Pætur og Paulus. Hann var m.a. við á fyrstu trúboðaraferð Paulusar. Eingin veit, hví hann skildist frá Paulusi og fór aftur til Jerúsalems, men seinni er hann komin saman aftur við Paulusi, tá ið Paulus situr fangi í Róm. Tað er púra greitt, at Markus er ávirkaður av munnligu boðan Pæturs, bæði í sniði og bygging. Tað er tí meginpartin eitt evangelium eftir Pætur, men Markus er tulkur. Pætur verður oftari nevndur her enn í nøkrum av hinum evangellinum. Hann er í 10 av teimum 16 kapitlunum, tvær ferðir verður eisini sagt frá, at Jesus vitjar heimbygd hansara Betsaida. Vanliga verður hildið, at Markus skrivaði evangelium sítt í Róm. Menn eru ymiskir á máli um tíðarfestingina, um tað var fyri ella eftir pínsludeyða Pæturs og Paulusar. Onkuntíð í 60-árunum er tað so í øllum førum skrivað. Markus er vorðin nevndur frásøgumaðurin ímillum evangelistarnar. Tað er lív og flog yvir frásøgnunum. Markus hevur eisini mangar tilburðir, sum hinir evangelistarnir ikki hava. Hann er m.a. tann einasti, ið talar um, at Jesus, tá ið hann varð freistaður í oyðimørkini, var villdýranna millum, og at hann í harðveðrinum á umbroytingarfjallinum vórðu skínandi bjørt, "hvítari enn nakar maður á foldum, sum hevur klæði á bliki, kann fáa tey". Edward Fuglø. Edward Fuglø varð føddur í Klaksvík 1965 og vaks upp har. Hann er útbúgvin á donskum listaskúla í 1991 og hevur arbeitt við pallseting í sjónleikarhúsum, sjónvarpi og filmum sum Bye Bye Bluebird (í 1999), har hann umframt pallseting eisini gjørdi búnar. Edward, sum eisini hevur teknað til bøkur og frímerki, fekk í 1995 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs og í 2001 Norðurlendsku barnabókavirðislønina. Sama árið sniðgav hann ferðandi framsýningina "Hunters of the North". Edward er samstundis listamálari, sum leggur dent á súmbolskar myndir, ið reisa spurningar um lív og tilveru. Edward er virkin í bókahandlinum Leikalund, sum eisini er mentapallur í Klaksvík. Í 2008 varð hann tilnevndur Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina Apollonia. Í november 2013 læt Norðuratlantshúsið í Odense upp. Klaksvíkar kommuna læt eina listagávu til Norðuratlantshúsið, kommuna hevði heitt á Edward Fuglø um at prýða ein vegg í húsinum. Hann prýddi endaveggin í felagshølunum á fyrstu hædd, har ráðstevnir, fundir og onnur tiltøk koma at vera. Í november 2013 myndprýddi hann Kærleikskúluna. Matthías Jochumsson. Matthías Jochumsson (11. november 1835 – 18. desember 1920) var gudfrøðingur og starvaðist sum prestur á Akureyri í Íslandi. Har búði hann, til hann andaðist. Matthías Jochumsson var sera virkin. Hann var ritstjóri, greinaskrivari, týðari (til dømis týddi hann Shakespeare, Byron og Ibsen til íslendskt), leikritahøvundur og verður mettur sum eitt av størstu sálmaskaldum Íslands. Hann hevur m.a. yrkt íslendska tjóðsangin. Sálmurin "Ó, faðir, gjör mig lítið ljós" stendur í Sálmabók íslensku kirkjunnar, sum kom út í 1987. Sálmurin var yrktur í 1875. Sara Kadefors. Sara Kadefors er fødd 9. juli 1965 og vaksin upp í Gøteborg í Svøríki. Hon er útbúgvin journalistur og býr í Stokkhólmi. Hon starvast burturav sum høvundur. Umframt barna- og ungdómsbøkur hevur hon skrivað handrit til sjónvarpsrøðir og film. Hon hevur fingið fleiri virðislønir fyri sína skriving. "Sandor/Ida" er ein nútímans ungdómsskaldsøga um Sandor og Idu, ið bæði eru fimtan ára gomul. Tey búgva í hvør sínum býi í Svøríki, men hittast í einum kjattrúmi á alnetinum. Tey skriva saman og gerast sálarvinir. Bæði kenna einsemi og hava ymiskar trupulleikar at dragast við. Foreldur Idu eru fráskild. Pápin býr í USA, er giftur upp aftur og hevur fingið eina dóttur. Ida og mamman búgva í eini íbúð í Stokkhólmi. Mamma Idu líður av tunglyndi og liggur mestu tíðina í songini við andlitinum ímóti bróstinum. Hjalmar P. Petersen týddi bókina úr svenskum, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2003. Jan Erik Vold. Jan Erik Vold varð føddur í Oslo 18. okt. 1939. Hann gjørdi vart við seg sum yrkjari í 1960-árunum. Hann er fjølbroyttur yrkjari. Tann óhátíðarligi og skemtiligi yrkjarastílurin var nýskapandi og slóðbrótandi. Hann er eisini kendur bókmentakritikari og ummælari. Yrkingin "Vi skal pumpe dig opp" er upprunaliga úr savninum "Hvitt ark", sum kom út í 1966. Gérard Franceschi. Gérard Franceschi (1915 - 2001), franskur myndamaður var í Føroyum fýra mánaðir í 1969 og tók myndirnar til bókina "Færøerne, de magiske øer", sum umframt á donskum eisini er á føroyskum og enskum. Franceschi kom til Danmarkar í 1961 at taka myndir fyri listamannin Asger Jorn (1914-1973) til eina 32 binds bókarøð um norðurlendska fólksliga list í kirkjum, søvnum og landsløgum í 10.000 ár. Jorn hevði sæð svørt-hvítu myndir Franceschis á framsýning í París, har hesin lýsir framskornar myndir og høggmyndir, tiknar úr eini gamlari kirkju. Jorn var sannførdur um, at franski myndamaðurin við tátíðarinnar tøkni kundi dokumentera elligamla list, innan hon hvarv og varð gloymd. Franceschi gjørdist so hugtikin av ætlan Jorns, at hann segði upp á Louvre í París og flutti til Danmarkar, har hann 1962-1977 livdi saman við tekstil-listakvinnuni Inge Bjørn í Silkeborg. Bókarøðin um fólksligu listina í Norðanlondum er komin út í sjey bindum. Bárður Eklund. Bárður Eklund var føddur í Tórshavn í 1976 og hevur útbúgving í "art photo" í 2000 og sum myndablaðmaður á Århus Journalistskole í Århus, 2005. Bárður tók myndir meðan hann gekk í studentaskúla, sumrarnar var hann myndamaður á Dimmalætting og undir útbúgvingini arbeiddi hann á danska tíðindablaðnum BT. Fleiri av hansara myndum, m.a. av ungum fólki, sum skemta sær og halda frí, komu á forsíðuna. Bárður, sum leggur seg eftir at taka myndir av fólki, fekk í 2001 "Talent Award KUBA Art Photo", í 2004 Danmarks Journalisthøjskoles Jubilæums delpris og í 2005 varð hann av Dansk Pressefotografforbund kosin ársins myndamaður fyri andlitsmynd av sjónleikarakvinnuni Judy Gringer. Sjálvur segði Bárður tá við Dimmalætting, at "Myndirnar eru mín máti at samskifta við umheimin upp á. Tær siga líka nógv um meg, og hvussu eg síggi heimin, sum um motivini, ið eru avmyndaði á teimum. Í veruleikanum avdúkar tú eina rúgvu um teg sjálvan, hvørja ferð tú trýstir á knøttin, og ein mynd verður til". Eklund hevur avmyndað fleiri kend fólk, so sum Craig David, Sanne Salomonsen og føroysku Eivør Pálsdóttir og Lenu Andersen. Keldur. Eklund, Bárður Kristjan Fridriksson. Kristjan Fridriksson er íslendskur myndamaður føddur í 1957, er útbúgvin grafiskur sniðgevi í Reykjavík og myndamaður í Washington DC. Hann hevur rikið egna lýsingastovu og hevur fingið virðislønir í fleiri londum. Serkønur í at finna fjarløgd støð fyri filmslið, stovnaði hann í 1996 Location Greenland-Iceland, sum arbeiðir við seruppgávum innan film og myndatøku í Útnorðri. Kristjan, sum hevur tikið myndir fyri Ferðaráð Føroya, hevur havt myndir í bløðum sum Camera Natura og Photographie og hevur eisini havt egnar framsýningar. Kristjan gav í 1997 út bókina "Ammassalik. A Jewel in the Arctic Crown" og tók myndir til bókina "Golfturen i Danmark", sum Jyllands Posten gav út í 2004. Björn Sörensen. Björn Sörensen er svenskur myndamaður føddur 1949 í Stokkhólm og hevur ferðing og náttúru sum fremstu áhugamálum. Björn, sum fyrstu ferð var í Føroyum við norska skúlaskipinum Christian Radich í 1965, dámar besta at taka myndir í Norðanlondum. Marianna Matras. Marianna Matras (f. 1906-d. 1998) var millum tey fyrstu at fáast við myndvevnað í Føroyum. Hon hevur vovið eina røð av myndateppum við myndevnum eftir William Heinesen og arbeiddi seinni við egnum myndum, mangan við lýsingum av tara og øðrum sjóvøkstri. Anna-Kari Skarðhamar útgav bókina "Dreymurin um at veva - Marianna Matras". Heine Hestoy. Heine Hestoy (føddur á Tvøroyri í 1950 og uppvaksin har) er føroyskur rithøvundur og skipari. Hann var til sjós í nøkur ár, fór so upp á skúla í Marstal í Danmark og tók skipsføraraprógv í 1975. Síðan hevur hann búð í Danmark og siglt sum skipari ella stýrimaður. Heine Hestoy hevur skrivað stuttsøgur, barnabøkur og ungdómsbøkur og eitt hoyrispæl. Hann viðger ofta gerandisdagin, samspælið ímillum menniskjuni og arbeiðslívið. Stuttsøgan "16 ár" er úr savninum "Bládýpið og aðrar søgur", sum kom út í 1985. Í hesi søguni hoyra vit um fýra ung, tveir dreingir og tvær gentur, sum gera seg til reiðar eitt leygarkvøld at fara í dans, og hvussu tey finna saman tvey og tvey. Tær fyrstu tvær bøkurnar, ið Heine gav út, gav hann út saman við systrini Ingrid Hestoy. Í 2014 kom á fyrsta sinni ein av bókum hansara út í danskari týðing, talan er um bókina Summardáar, ið á donskum fekk heitið "På krogen". Bókin er ætlað næmingum, ið ganga í 7. - 10. flokki. Jens Christian Vang. Jens Christian Vang var føddur í Tórshavn í 1962 og vaks upp í Kvívík. Hann er útbúgvin maskinsmiðjur á Skála Skipasmiðju 1986, men hevur síðani miðskeiðis í áttatiárunum arbeitt sum myndamaður, fyrstu tíðina við ítrótti, serliga fótbólti, fyri Sosialin, eitt skifti á Dimmalætting, men so aftur á Sosialinum har hann er enn. Vang arbeiddi fyrstu tíðina við svart-hvítum myndum, sum hann sjálvur framkallaði. Í dag brúkar hann talgilda tøkni og arbeiðir við ljósi og litum. Umframt at vera myndamaður á Sosialinum, arbeiðir Jens Chr. eisini fyri altjóða pressu, serliga við fótbóltsmyndum. Torbjørn Olsen. Torbjørn Olsen (føddur 1956) er ein føroyskur listamálari. Hann hevur málað landsløg, bygdarløg og býarmyndir. Vestaravág í Tórshavn var í nógv ár hansara serstaka myndevni, men hann hevur eisini viðgjørt býin og gøturnar í býnum við ferðslu og fólki. So við og við eru menniskju og andlitsmyndir vorðin eitt høvuðsevni, og haðani er hann farin til kirkjuligar málningar og hevur málað til dømis kendu altartalvuna í Haldarsvíkar kirkju, sum avmyndar seinastu kvøldmáltíðina. Michele Bachmann. Michele Marie Bachmann (fødd 6. apríl 1956) er Republikanskur limur í Umboðsmannaráðnum fyri Minnesota. Hon er fødd í Iowa og býr nú í Stillwater, Minnesota. Hon er 100 % ættað úr Noregi. Hon er í løtuni fremsta talskvinnan hjá teirri sokallaðu Tea Party-rørsluni, sum savnar misnøgdar amerikanarar og serliga republikanarar ímóti Barack Obama, forseta og hansara politikki. Bachmann er gift við Marcus Bachmann, og tey eiga 5 børn: Lucas, Harrison, Elisa, Caroline og Sophia. Gitingar hava leingi verið um, at hon ætlar at stilla upp til amerikanska forsetavalið fyri Republikanararnar í 2012. 28. juni 2011 boðaði Michele Bachmann frá, at hon er almennur kandidatur til nomineringina hjá Republikanarunum til forsetavalevni í 2012). Tað var í føðibýi hennara, Waterloo í Iowa, at Michele Bachmann boðaði frá, at hon er almenni kandidaturin hjá Tea Party til dystin um forsetavalevnið hjá Republikanarunum. Michele Bachmann hevur ikki púra einki at hava sín kandidatur í. Við eina "hypotetiska avkvøðugreiðslu" millum Tea Party viðhaldsfólk fekk hon 29 % av atkvøðunum, munandi meiri enn handilsmaðurin Herman Cain (16 %) og Mitt Romney (14 %). Tá fremstu Republikanararnir kjakaðust í sjónvarpi, varð Bachmann mett at klára seg nógv best, so tað er langt frá óhugsandi, at USA fyri fyrstu ferð kann fáa eitt kvinnuligt forsetavalevni. Tað var nær við fyri trimum árum síðani, men Hillary Clinton (D) mátti kortini lúta fyri verandi forsetanum, Barack Obama (D). 56 ára gamla Bachmann er konservativ; hon er m.a. hart í móti fosturtøku. Norskamerikanarar. a>. Ikki ein nagli ella spíkari er í stórviðinum, og kortini tola tær, at nógvur kavi legst á tær um veturin. Norskamerikanarar (enskt: "Norwegian Americans") eru fólk ættað frá norsku niðursetufólkunum í USA. Flestu tilflytararnir, sum búgva í norðurríkjunum, eru úr Skandinavia. Nú á døgum búgva um 4,643,339 norskamerikanarar í USA. Fyrr búði mesta fólkið á bygd og livdi av landbúnaði, men so hvørt ídnaðurin hevur ment seg, eru alt fleiri og fleiri fólk flutt til býirnar at búgva. Flestu fólk av norskari rót, búgva í t.d. Minnesota, Dakota og Wisconsin. Hóast flestu norskamerikanar nú á døgum hava lagað seg til at liva sum fólkið í USA, hava teir goymt mentan sína, t.d. málið og listina. Mangir halda enn fast við gamlan sið og egna mentan. Nógv eru tey, ið eiga norsk klæði og nýta tey í veitslulag, á stevnum og tá dansað verður. Norskur tónleikur og matur er væl dámdur í t.d. Minnesota. Árligar skíðkappingar, til dømis snirr, lop, strok og langrenn, hava alstóran áhuga ímillum norskamerikanska fólkið. Bústað. Hagtølini vísa, at talið er vaksið mest í statunum Minnesota, Wisconsin og Kalifornia. Ein fjórðingar av fólkinum í Noðurdakota eru norskamerikanar. Dakota. Kort av USA har Dakota er merkt. Dakota er felagsheiti ið verður nýtt um Suður- og Norðurdakota í USA. Øl. Øl ella bjór verður bryggjað úr vatni og byggi, og humli latin í fyri smakkin. Byggið verður sett á blót og spírar til malt, sum verður hitað og málið í vatni. So gerar tað í stórum kørum. Seinni búnast ølið og verður sílað, áðrenn tað verður latið í fløskur. Í mong túsund ár hava fólk bryggjað øl. Øl er ein gamal drykkur, sum í dag verður framleiddur kring allan heimin. Í Egyptalandi bryggjaðu tey øl fyri umleið 6.000 árum síðan. Eisini í Føroyum hava vit bryggjað øl í nógv ár. Í 2011 varð lógin í Føroyum broytt, so nú ber til at keypa øl, sum er sterkari enn 5,8% í Føroyum. Lógin hevur virknað frá 1. apríl 2012, men av tí at 1. apríl er ein sunnudagur, og Rúsan er stongd tá, so verður tað 2. apríl, at sterkar ølir kunnu keypast í Føroyum. Øl er ein landbúnaðarvøra; ein geraður drykkur, ið verður framleiddur úr malti, sum er korn (bygg, hveiti, havri, rug, mais ella rís), vatni, humlu og ger og kanska okkurt krydd afturat. Kornið verður bloytt í vatni, til tað byrjar at spíra. Síðani verður tað turkað og snerkt til malt. Ein suppa verður kókað úr søta maltinun og verður kryddað við fruktkendu og beisku humluni og øðrum kryddi. At enda verður alt kølt niður, og ger latið í fyri at gera sukurið til alkohol og kolsýru. Henda tilgongd tekur vanliga eina til fimm vikur. Síðan verður ølið goymt. Og tað kann taka frá nøkrum fáum døgum til mánaðir alt eftir, hvat slag av øl talan er um. At enda verður ølið sílað, hitaviðgjørd og tappað. Umleið 90 % av eini øl er vatn. Hash. Hashish (Hash) er ein hashklumpur, og alt eftir hvaðan hashið stavar, kann liturin vera reyður, gulur, brúnur ella svartur, og hash kann vera bæði bleytt og hart. Hasholja er tað sterkasta slagið av kannabis við grøndimmum liti. Nú er hash tað rúseitrið, ið mest verður brúkt. Tað fæst frá hampinum "kannabis sativa". Mest virkna hashið færst úr sprættandi kvennblómuni. Tað eitur "tetrahydra-cannabinolen". Ein hashrúsur varðar í ca. 4 tímar, og man kann fáa niðurtúr onkuntíð. Tað veldst um persónin. Um man roykir leingi kann tað skaða langtíðarminni, og man kann gerast sløvur og líkaglaður. Eingin er nakrantíð dokumenteraður deyður av hash. Um man skuldi roykt seg í hel, so hevði man ikki klára at gjørt tað, tí man hevði sovnað langt áðrenn. Fólk nýta rúsevni at koma sær í gott lag ella at gloyma syndarligar umstøður. Narkotika. Narkotika, á føroyskum ofta nevndur drøgg, eru mong og ymisk rúseitur. Vit býta tey í fýra høvuðsflokkar: Sansahvørvandi evni ella tilvitskurúmkandi evni geva fólki sansahvørvingar, til dømis LSD ella meskalin; Søvandi evni (morfin, heroin, opium, v.fl.) fáast úr fræhylkinum á opiumsdreymsólju; Kannabis (hash ella marijuana) úr kvennblómuni á hampi; og miðstimbrandi evni eru bæði í kokaini, sum er úr bløðunum á kokaurunninum, og í manngjørdum evnum í heilivágídnaði (til dømis preludin ella amfetamin). Øll evnini eiga í felag, at tey eru ring fyri heilsuna. Í Føroyum eins og í flestum londum er ikki loyvt at selja ella hava hesi narkotika. Fólk verða lættliga bundin at narkotika, tí tey verða sera illa fyri, fáa tey ikki rúsevni. Tey eru narkomanar, rúseitringar. Teimum er alt um at gera at útvega sær pening fyri rúseitur. Nógvir narkomanar doyggja ungir. Mong bidda, stjala ella selja sjálvan seg. Summir doyggja av eyðkvæmi. Teir, sum sproyta evni í seg, kunnu fáa eyðkvæmi, hevur onkur við hesari sjúku brúkt somu sproytuna. Til eru viðgerðarstøð fyri narkomanar. Mangir royna at leggja av, tí eitrið oyðileggur teimum lívið. Vín. Vín verður framleitt av geraðari víndrúvusevju. Vín er gjørt úr góðari vínberjasaft, sum gerar. Tá verður vínberjasukrið til koldioxid og alkohol. Í høvuðsheitum verður tað býtt upp í bólkar av høvuðsvínum: borðvín, brúsandi vín og heitvín. Hesir bólkar eru býttir eftir framleiðsluháttunum. Rósuvín, hvítvín og reyðvín verða nevnd borðvín. Fruktvín verður gjørt burtur úr frukt, til dømis blommum ella súreplum. Alkohol, er í víni og brennivíni. Í mong túsund ár hava fólk bryggjað vín. Gomlu grikkarnir drukku vín fyri fleiri enn 4000 árum síðan. Í Føroyum er tað bara Rúsdrekkasøla Landsins (Rúsan), sum hevur loyvi at selja vín og brennivín, umframt at matstovur og barrir og líknadi støð kunnu søkja um skeinkiloyvi frá Loyvisnevndini. Sýriskur fílur. Sýriskur fílur (latín "Elephas maximus asurus"), er eitt útdeytt undirslag av asiatiskum fíli. Beinagrindir av "Elephas maximus asurus" eru funnar í Miðeystri í Turkalandi, Sýria og Irak, stavandi frá tíðarskeiðnum 3 mill. f.Kr. til ár 100 f.Kr. Fornaldar sýriskir handverkarar skóru lutir úr fílabeini av sýriskum fíli. Framleiðslan var í hæddini í fyrstu øld f.Kr., tá aramæar framleiddu stórfingin innløgd prýði úr fílabeini til møblar. Henda ovurveiða av sýriskum fílum eftir fílabeini elvdi til endaligu týningina av slagnum. Útsjónd. Sýriskur fílur var eitt tað størsta undirslagið av asiatiskum fíli, ið yvirlivdi upp til søguliga tíð, 3,5 m ella meir til hæddar. Funnar beinagrindir sýna at slagið líktiskt ikki nógv frá indiska slagnum burtursæð frá støddini. Útbreiðsla. Sýriskur fílur var tað vestara undirslagið av asiatiskum fíli, útbreiðsluøkið rakk frá Sýria til Iran. Orðadráttur. "Sýriskir" fílar verða ofta nevndir í hellenistiskari søgu, tí seleukidisku kongarnir, ið høvdu nógvar krígsfílar, ráddu fyri borgum í Sýria í hesum tíðarskeiði. Summi halda, at hesir krígsfílar vóru indiskir fílar ("E. m. indicus"), ið vórðu útvegaðir av seleukidiskum kongum við teirra hertøkum í eystri. Tað er váttað av fornum keldum so sum "Strabo" og "Polybius" at seleukidisku kongarnir Seleucus I og Antiochus III høvdu stórar fjøldir av innfluttum indiskum fílum. Spurningurin, hvørt hesir " indisku fílar" vóru innfluttir tí at talið av heimligu sýrisku fílunum var farið at minka, ella tí at indisku fílarnir vóru lættari at temja og venja, stendur ósvaraður. Hannibal hevði ein fíl nevndur "Surus"; hetta nevni kundi týtt "hin sýriski". Hesin var kendur sum hansara besti og størsti fílur. Í so fall kann hesin fílur hava verið av seleukidiskum uppruna, men tað verður bara til gitingar um hann var sýriskur ella indiskur. (Annars vóru vanligu krígsfílarnir hjá Karthagomonnum teir smærru norðurafrikansku fílarnir ["Loxodonta africana pharaoensis"], eitt undirslag av afrikanskum runnafílum ið eisini er útdeytt.) Berbaraleyva. Berbaraleyva (latín "Panthera leo leo") eisini kend sum Nubialeyva ella Atlasleyva, er eitt undirslag av levyum ið áður livdu í Norðurafrika frá Marokko til Egyptalands. Síðsta berbaraleyvan ið livdi í villini náttúru varð skotin í Atlasfjøllunum í 1922. Nú liva færri enn 100 eftir í fangilsi, harav uml. 40 í Europa. Skyldskapur við asiatiska leyvu. Kanningar í 1968 av skøltum av norðurafrikonskum berbaraleyvum, asiatiskum leyvum, útdeyðum kappleyvum o.ø. afrikonskum leyvum vístu at nøkur sereyðkenni vóru felags fyri berbaralevyuna og asiatisku levyvuna. Hetta vísir at tað kanska er tættur skyldskapur millum norðurafrikansku leyvuna og asiatisku leyvuna. Onkur hevur eisini skotið upp at suðureuropeiska leyvan ið doyði út uml. ár 80-100 f.kr., var "bindiliðið" millum norðurafrikansku og asiatisku leyvuna. Berbaraleyvu verkætlanin. Ein bjartskygd verkætlan ið nevnist "The Barbary Lion Project" sum WildLink International í samstarvi við Oxford University stendur fyri, arbeiðir við at bæði varðveita og at økja um talið av berbaraleyvum, sum síðan skulu sleppast leysar í einum tjóðargarði í Atlasfjøllunum í Marokko einaferð í framtíðini. Asiatisk leyva. Útbreiðsluøki hjá asiatiskum leyvum í dag. Asiatisk Leyva ella Asiatiskt ljón, (latín "Panthera leo persica") er eitt asiatiskt undirslag av leyvu. Útbreiðslu øki. Søguliga útbreiðsluøkið hjá asiatiskari leyvu av "persica" undirslagnum var ætlandi frá Norður India í eystri, gjøgnum Iran suður á arabsiku hálvoynna og vestur til Grikkalands og Italia. Nógvar fornleivdir av nærslektaða undirslagnum "Panthera leo spelaea" eru funnar í Norður Afrika, Miðeystri, Siberia, Alaska og stórum pørtum av Europa so langt norðuri sum í Skotlandi. Nú finst astiatiska leyvan bara í Gir skóginum í útnyrðings India. Asiatiskar leyvur í Europa og Landsynnings Asia. Í fyrndini livdu leyvur í Europa. Aristotelus og Herodotus skrivaðu at leyvur livdu á Balkan. Tá Xerxes kongur av Persia gjørdi hernaðarligt frambrot gjøgnum Makedónia í 480 f.Kr., blivu fleiri av hansara viðføris kamelum dripnir av leyvum. Ætlandi doyðu leyvurnar í Grikkalandi út uml. Ár 80-100 f.Kr. Nemeiska leyvan í griksku mýtologiini er ofta avmyndað saman við Heraklis/Herkules í grikskari mýtologiskari list. Europeiska leyvan verður stundum mett sum verandi partur av asiatiska stovninum (“Panthera leo persica”), stundum sum egið undirslag, Europeisk leyva (“Panthera leo europaea”), ella sum seinasta leivd av holuleyvunum (“Panthera leo spelaea”) Scythisk list í Ukraina, frá 4 øld f.Kr. avmyndar Scythar ið veiða leyvur. Leyvur yvirlivdu í Kaukasus økinum inntil 10’du øld. Hetta var norðasti stovnurin av leyvum, og einasta øki í fyrrverandi Sovjetsamveldinum har ið leyvur livdu í søguligari tíð. Hesar leyvur doyðu út í Armenia uml. Ár 100 e.Kr. í Aserbadjan og Landsynnings Russlandi í 10’du øld. Høvuðsorsøkin til at hesir stóru køttar hvurvu var minkandi stovnar av fongdjórum. Fongdjór teirra umfataðu visund, elg, aurochs, tarpan, rádýr o.o. klyvjadjór. Gongustjørnur. Jørðin er ein av átta stórum og næstan rundum klótum, sum mala um Sólina. Klóturnar eru gongustjørnur: stórar kúlur av metali, gróti og gassblendingum, sum ganga í ringrás um eina stjørnu. Tær fimm, sum eru næstar okkum (Saturn, Jupiter, Mars, Venus og Merkur) síggja vit við berum eygum. Tí vistu fólk í fornøld um tær. Ikki fyrr enn kikarin varð uppfunnin í 17. øld, vórðu hinar gongustjørnurnar sæddar. Uranus varð funnin í 1781 og Neptun í 1846; Pluto, sum varð funnin í 1930 og undan henni Ceres, sum varð funnin í 1801, hava verið taldar millum gongustjørnurnar, men eru tað ikki longur (sí greinarnar Pluto og/ella Gongustjørnudvørgar). Jørðin og hinar gongustjørnurnar ganga í eini mestsum rundari rás um Sólina, men tær snara eisini um seg sjálva. Tær lýsa ikki, men vit síggja tær, av tí at Sólin skínur á tær, og ljósið verður kastað aftur til okkara. Flestu gongustjørnur í sólskipan okkara hava mánar malandi í ringrás rundan um seg; bert Merkur og Venus tykjast bróta frá hesi meginreglu. Bjarnir. a> tekur skógarbjørnin laks, sum kemur niðan í áirnar at gýta. Bjørn (frøðiheiti/latín: "Ursidae") er stórt loðið rándýr av bjarnarætt. Bjarnir eru súgdjór, eta kjøt og eru ógvuliga sterkar. Hóast bjarnir vanliga verða myndaðar sum fitt djór, eru tær sera vandamiklar. Sjey bjarnasløg eru, og størst er hvítabjørnin. Hon er nærum 3 metrar høg og vigar meira enn hálvt tons. Maleibjørnin er minst. Hon er í Landsynningsasia og er 1,20 m. úr høvdi í hala. Aðrar bjarnir eru til dømis svartabjørn og skógarbjørn. Pass. Pass er skjal, sum prógvar, hvør ið tú ert. Tað mást tú hava, tá ið tú fert at ferðast í øðrum londum. Tað er tó ikki neyðugt á ferð í Norðurlondum. Føroyskt pass er í gildi í 10 ár, men hjá ungfólki yngri enn 18 ár bara í fimm. Kappleyva. Kappleyva (latín "Panthera leo melanochaitus"), er eitt undirslag av leyvu ið nú er útdeytt. Myndprent av kappleyvum frá 1927. Kappleyvur við svørtum faksi reikaðu fyrr framvið Kappanum í Suðurafrika, syðst á afrikanska kontinentinum. Kappleyvan var ikki tað einasta undirslagið av leyvu ið livdi í Suðurafrika, og útbreiðsluøkið er óvist. Høvuðsøkið var Kapplandsluturin, í økinum kring Cape Town. Ein tann seinasta kappleyvan ið varð sædd í landslutinum, varð dripin í 1858; og í 1876 keypti kekkiski rannsóknarfararin Emil Holub eina ungleyvu ið doyði 2 ár seinni. Eins og við berbaraleyvuni eru tað fleiri fólk og stovnar ið siga seg hava kappleyvur. Í ár 2000 vórðu nakrar leyvur ið møguliga vóru av kappslagnum funnar í fangilsi í Russlandi, tær vórðu sendar til Suðurafrika til nøring. Tað er ógreitt hvør munurin er millum kapplevyur og aðrar leyvur við svørtum faksi í fangilsi. Leyvur í fangilsi eru vegna krossnøring ofta kynblendingar og tí er ringt at fáa fatur á 'reinum' kappleyvum í dag. Banin hjá kappleyvuni gjørdust hvítu niðursetufólkini í Suðurafrika, ið jagstraðu og týndu kappleyvurnar eftir stuttari tíð. Skallaørn. Skallaørnir (frøðiheiti: "Haliaeetus leucocephalus") eru gitnar fyri styrki og stødd og verða tí ofta nýttar sum ímynd ella skjaldarmerki. Høgt uppi síggja teir smá djór í jørðini. Teir hava sterk, long bein við hvøssum klóm at taka fongin við, og hvast, krókut nev at skræða kjøt við. Við hvassa nevinum skræðir hon fongin í bitar. Tjóðareyðkenni USA er skallaørnin, ið heldur til í USA. Hon tykist ber um høvdið, men tað kemst av, at munurin er so stórur á hvítu høvuðs- og hálsfjaðrunum og myrka fjaðurbúnanum á kroppinum. Hon etur helst fisk. Tannlæknar. Tannlæknin hevur lært at kanna og viðgera tannhald og tenn. Kanning og viðgerð fer fram á tannlæknastovum. Góð tannlæknaútbúgving og tøknifrøðilig menning hava gjort viðgerðina trygga og næstan pínuleysa í Vesturevropa og USA. Heldur tannlæknin, at sjúklingurin fer at fáa ilt, verður hann doyvdur. Brennir ein tonn, borar hann tað brenda burtur. So verður plast ella amalgam, sum harðnar skjótt, fylt í aftur. Tannlæknin kann eisini seta krúnu á brotna tonn. Nú taka tannlæknar ikki tenn og geva fólki handilstenn uttan so, at eingin annar møguleiki er. Okkum nýtist ikki at fara so mong ár aftur í tíðina, at støðan var heilt øðrvísi. Nógv høvdu ringar tenn og máttu taka tær blaðung. Tannlæknar beina eisini tenn. Tá ganga fólk við skinnara, sum trýstir tær skeivu tenninar á beint. Rúmdarferja. Rúmdarferja er far, ið kann skjótast út í rúmdina nógvar ferðir. Amerikumenn gjørdu fyrstu rúmdarferjuna, men Sovjetsamveldið tók skjótt eftir. Í amerikansku rúmdarferjunum eru stórir motorar og veldigar rakettir at skjóta tær út í rúmdina. Rúmdarferjurnar hjá gamla Sovjetsamveldinum vórðu skotnar út í rúmdina, festar á ovurstóra rakett, nevnd "Energia". Stuðulsrakettirnar verða sleptar umleið 45 km uppi. Tær verða tiknar upp av sjónum og brúktar aftur. Ferðin á rúmdarfari má vera minst 28 000 km/h, skal tað sleppa í ringrás um Jørðina, og ikki minni enn 40 000 km/h at sleppa undan atdráttarmegi Jarðar og fara heilt út í rúmdina. Útvarp. Útvarp var í fyrstuni eyknevnt tráðleysi, tí at útvarpið brúkar ósjónligar aldur fyri leidningar at bera boð úr einum staði í annan. Øðrvísi var við telefonini tá, tí henni kravdist leidningar. Nú á døgum bera radioaldur nógvar ymiskar upplýsingar. Radioaldur eru eisini natúrliga úti í rúmdini. Stjørnufrøðingar brúka tær at kunna seg um supernovur, stjørnubreytir og annað, fjarlagt Jørðini. Í renslum í útvarpssendarum gera kvikliga, skiftandi ravstreymar radioaldur, sum fara til móttøkutólini. Radioaldur eru ravsigulmagnaðar aldur, sum røntgen- og ljósaldur. Sum tær fara radioaldurnar við ljósferð, sum er 299 792 km. um sekundið. Næstan mió ferðir ljóðferðina. Sjónvarp. a> áttu hundrað milliónir húski í USA litsjónvarp, og hvørt fólk hugdi í sjónvarp fýra tímar í miðal um dagin. Sjónvarp tøkniligt kervi til at varpa út livandi myndir og ljóð. Vit fáa hungursneyð, kríggj og vanlukku lúkst inn í stovu okkara, og vit fylgja t.d. við á rúmdarferðum, sum fór alt fram beint fyri eygunum á okkum. Sjónvarpssendingar eru ravmagnsaldur, sum verða sendar úr antennum. Sjónvarpstólið ger so aldurnar um til myndir og ljóð. Aldurnar kunnu eisini vera sendar um fylgisvein. Fylgisveinasjónvarp kann verða sent nógv meiri víða enn annars, men parabolantenna krevst at taka ímóti aldunum. Eisini ber til at senda um jarðkaðlar. Á skíggjanum tykjast fólkini at flyta seg. Í veruleikanum síggja vit 25 myndir um sekundið, og tí fatar eygað ikki hvørja einstaka mynd. Elektróngeislar leita eftir skíggjanum innan og raka smáar blettir úr evnafrøðievnum. Tá ið geislin rakar blettirner, lýsa teir antin grønir, bláir ella reyðir, sum eru høvuðslitirnir. Burtur úr teimum verða so allir aðrir litir gjørdir, so myndin á skíggjanum verður, sum hon eigur. Sjónvarp Føroya sendir um alt landið, og nógvir føroyingar síggja eisini sjónvarp um fylgisvein. Teknifilmur. Teknarin, sum ger teknifilm, teknar hvørt minsta sindur av rørsluni á plastsíður, nevndar sellur. Baksýnið er málað á serstaka plastsíðu og sæst ígjøgnum glæru og síðurnar, omaná eru lagdar. Verða síðurnar avmyndaðar í røttum rað, síggja vit verurnar røra seg. Við hvørt mugu teknarar tekna eina mió. tekningar til teknifilm, ið er sum spælifilmur til longdar. Tað var amerikanarin Walt Disney úr Chicago, sum gjørdi teknisøguna viðgitna. Í 1928 gjørdi Walt Disney hin ódeyðiliga Mikkjal Mús, og í 1937 gjørdi hann fyrsta teknifilmin, ið var sum vanligur filmur til longdar, Snóhvíta og teir sjey dvørgarnir. Kendar amerikanskar teknifilmsrøðir eru til dømis Familjan Griffin, Dunnaldur Dunna, South Park og Lívið við Louie. Kaving. Kavarar kanna undirsjóvarheimin so langt, sum niður slepst. Kavarar fóru tíðliga í tíðini at nýta kavarakúpu til vísindaliga gransking í sjónum. Kúpurnar vóru smáar, fyltar við luft og loraðar niður í dýpi. Fáar metrar undir vatnskorpuni eru hugtakandi sjódjór, marglitt koralriv og løgnir kneysar. Í havbotninum eru skipsvrak, summi hava ligið har í øldir. Í summum vrakum eru myntir, pottar og annað, ið sigur frá umstøðunum hjá fólki tá á døgum. Kavarar kunnu eisini arbeiða undir kavi. Teir umvæla bygningar undir kavi, til dømis boripallar, og granska lívið á havbotninum. Ikki er púra vandaleyst at kava, og kavari má halda strangar trygdarreglur. So djúpt er niður á botn í djúphøvum, at hagar slepst bara í kavbáti. Kavaraútgerð. Tá ið vit kava á grunnum vatni, halda vit ondini og svimja undir vatni, men vit fáa ikki verið ov leingi undir í senn. Tað kann kavari, tí hann hevur luftfløsku hjá sær. Andingartólið hjá kavara er luftfløska við trýststillandi slangu og ventili, haðandi luft fer upp í munnstykkið. Luftin í fløskuni er nógv samantrýst, tí kavarin fær ikki andað uttan so, at sama trýst er í luftini sum í sjónum uttan um hann. Ventilurin á munnstykkinum ger, at trýstið er soleiðis, at kavarin fær andað. Serútgjørdur kavari kann í mesta lagi kava niður á umleið 500 m dýpi. Ílatin kavarabrynju ber til at kava djúpari og vera longur undir, og hon forðar vandamiklu kavarasjúkuni. Brynjan fjalir allan kroppin, og innan í henni er vanligt lufttrýst, so kavarin andar reint súrevni úr súrevnisfløskum. Hann andar við andingartóli ella kavaralunga og er latin í vátbúna, ið heldur kropshitanum. Djúpari vit fara, meiri søkka vit, og tí er kavari í flotvesti, sum ber honum uppi. Har, ið djúpari er, verður kavað við kavbáti. Kavingarstøð. Í Kyrrahavsoyggjum, Kalifornia, Avstralia og Karibia eru fleiri góð kavingarpláss. Kavingarstøð í Føroyum. Hitalagið í sjónum og luftini er sera lýtt, hóast Føroyar liggja so norðarlaga. Hitin í sjónum liggur millum 4 og 11 °C, alt eftir árstíðini. Havið kring Føroyar sigst vera eitt hitt reinasta í verðini, og kring oyggjarnar eru hópin av góðum og vøkrum plássum at kava. Besta sýnið er í tíðarskeiðnum frá oktober til februar. Um summarið økist framleiðslan av plantuæti, og tí er sýnið ikki av tí besta. Sýnið er tó sera ymiskt og verður í mesta lagi 15 til 20 m um summarið. Í vetrarhálvuni kann Sýnið verða heilar 30 m, og miðalhitin í sjónum liggur um 6 °C. Íslandsross. Íslandsross ella íslendskur hestur er eitt ross við uppruna í Íslandi. Íslandsross verða brúkt sum reiðross í Føroyum Fahrenheitstigin. Hitamálari við °F og °C. Fahrenheitstigin verður enn nýttur sum hitastigi í nøkrum fáum londum. Bahamaoyggjar, Belis, Burma, Caymanoyggjar, Liberia, Palau og USA við tilknýttum økjum brúka stigan. Hiti ella temperaturur er mál fyri, hvussu heitt okkurt er. Hiti, sum er givin upp í °F, er máldur eftir fahrenheitstiganum. Vatn frystir við 32 °F og kókar við 212 °F, tá trýstið er 1 atmosfera. Stigin er nevndur eftir alisfrøðinginum Daniel Gabriel Fahrenheit, sum kom við honum í 1724. Fahrenheit var av týskari ætt, føddur í Póllandi, men búði størsta partin av lívi sínum í Hollandi. Uppruni. Fahrenheit vitjaði danska stjørnufrøðingin Ole Christensen Rømer í 1708 og fór at arbeiða víðari við hitastiganum hjá Rømer. Hann brúkti ammoniumkloridlaka í staðin fyri natriumkloridlaka fyri at fáa eitt lægri nullpunkt. Hann býtti stigan hjá Rømer í 4, so at vatn frysti við 32 stig (32 = 2 × 2 × 2 × 2 × 2). Á henda hátt fekk hann munin millum frystipunktið á vatni og hitan í handarkulluni til at vera 64 stig (64 = 32 × 2). Seinni vísti tað seg, at handarkullan ikki hevur so støðugan hita, so hann endurskoðaði stigan og setti kókipunktið á vatni til 212 stig, meðan frystipunktið framhaldandi var 32 stig. Stigaumrokning. Soleiðis rokna vit stig Fahrenheit um til stig Celsius: "T"C = ("T"F − 32)/1,8 =  "T"F - . Soleiðis rokna vit stig Celsius um til stig Fahrenheit: "T"F = "T"C × 1,8 + 32. Umrokning til kelvin og til eldri eindir er í greinini hitastigar. Amerikanska Sámoa. Amerikanska Sámoa (sámoskt: Sāmoa Amelika ella Amerika Sāmoa, enskt: American Samoa) er eitt lítið amerikanskt oyggjaland í Kyrrahavinum. Oyggjabólkurin er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Sámoaoyggjarnar í Polynesia. Amerikanska Sámoa er eystasta oyggin í oyggjabólkinum. Lýðveldið Sámoa liggur eisini í oyggjabólkinum. Amerikanska Sámoa er umleið miðskeiðis millum Hawaii og New Zealand. Oyggjarnar eru partur av USA og liggja 900 km norðanfyri Tonga, 100 km eystanfyri Lýðveldið Sámoa og 500 km sunnan fyri Tokelau.

 Amerikanska Sámoa gjørdist amerikanskt hjáland í 1899, og hevur síðan hoyrt til Sameindu Statirnir, burtursæð frá styttri tíðarskeiðum, har ið oyggin var hersett av Týsklandi. Tá ið niðurlendingar komu til oyggjarnar í 1722, vóru tær so tætt skógvaksnar, at næstan ikki var framkomandi. Í dag eru stórir partar av oynni dyrkaðar, men tað eru enn fleiri øki, sum eru órørd, m.a. "National Park of American Samoa". Hesi økið eru sera ymisk. Høg ber fjøll, onnur fjøll eru vaksin við frumskógar líknandi vøkstri. Skógarklædda fjallalandslagið líkist nógv tí í grannalandinum Lýðveldið Sámoa fyri vestan. Íbúgvarnir eru av polynesiskum uppruna, men eisini er ein hvítur minniluti. Á Amerikanska Sámoa er fiskivinnan høvuðsvinnan; í dag er Amerikanska Sámoa tann mest framkomni parturin av Sámoaoyggjum, fyrst og fremst vegna fiskivinnuna. Búskaparliga er Amerikanska Sámoa tættt knýtt at Sambansríkinum Amerika og fær meginpartin av inntøkum sínum haðan. Hetta hevur við sær, at húskorini eru ímillum tey bestu í Osiania. Hóast Sámoa hevur heimild til at krevja inn skatt og ongar fíggjarligar skyldur hevur USA bundið seg til framhaldandi at veita Sámoa neyðuga fíggjarliga hjálp. Ferðavinnan er eisini gomul, men hendan tók rættuligt dik á seg, tá ið tann sokallaða charterflúgvingin byrjaði í 1960-árinum. Amerikanska Sámoa er partur av USA, og fólkið, har býr, er sostatt amerikanar. Oyggjarnar hava sítt egna ting og guvernør; teir hava eitt ting, sum smíðar lógir, og ger egna fíggjarlóg. Men uttanríkismál verða umsitin í District of Columbia. Oyggjabúgvar senda umboð til tjóðartingið í Washington DC. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari (USD). Almenn mál eru enskt og sámoskt, sum er eitt polynesiskt mál. Landafrøði. Oyggjarnar liggja í Polynesia í Kyrrahavinum, einar 100 km eystur úr Lýðveldinum Sámoa og eru partur av Sámoaoyggjunum. Pago Pago er høvuðsstaðurin í oyggjunum og liggur á oynni Tutuila, sum er tann størsta oyggin. Á Amerikanska Sámoa, sum er 199 ferkilometrar til støddar, búgva 54 517 fólk og á Tutuila (142 ferkilometrar) 50 000, so fólkatættleikin er høgur. Á Tutuila er fólkatættleikin uml. 400 fólk fyri hvønn km², og í t.d. Streymoynna uml. 60 fólk fyri hvønn km². Amerikanska Sámoa (199 ferkilometrar) er nakað størri enn Vágar, sum er 177 km². Tað vil siga, at Føroyar eru 7 ferðir størri enn Amerikanskt Sámoa. Sjey oyggjar eru í landinum. Oyggjabólkurin hevur fleiri befólkaðar og óbefólkaðar oyggjar; tær størstu av Amerikonsku Sámoaoyggjunum eru Tutuila, Aunu'u, Ofu, Olosega og Ta’u. Av teimum er oyggin Tutuila størsti parturin og har tað búgva flest fólk; 95 prosent av fólkatalinum í 2014 búgva á Tutuila. Motu O Manu (Rose Atoll) er einasta oyggj í Amerikanskum Sámoa, har ongi fólk búgva. Oyggjabólkurin er av vulkanskum uppruna. Hjálandið hevur eitt sera tropiskt veðurlag við miðalhita ið liggur á umleið 29 °C alt árið, og sum minnir nógv um veðurlagið á Hawaiioyggjunum. Kaldasta tíðin er frá november til apríl, og hetta tíðarskeiði verða oyggjarnar onkuntíð raktar av tropiskum ódnum. Á oyggjunum eru fleiri høg eldfjøll, men nú er bara eitt, sum ger um seg. Mesta regnið er frá januar til mars. .cz. .cz er økisnavn hjá Kekkia. Føroysk landafrøði. Kortið vísir landið og grannalondini. Føroyar liggja norðuri í Atlantshavinum á 62° N og 7° V frá Greenwich. Hvar. Føroyar liggja í Norðuratlantshavi nøkurlunda miðskeiðis ímillum Norra, Skotland og Ísland. Mitt í Golfstreyminum í Norðuratlantshavi á 62 stigum norður. Føroyar eru partur í Norðurevropa. Føroyar eru eisini partur í danska kongsríkinum. Føroyar eru virkin partur av norðurlendskum samstarvi, bæði sum sjálvstýrandi land og sum partur av ríkisfelagsskapinum við Danmark og Grønland. Úr Føroyum er næstan líka langt til Noregs, Skotlands og Íslands. Úr Føroyum eru góðir 400 km til t.d. Íslands. 14 tímar eru at sigla til Íslands og einir 30 til Danmarkar. Umleið 2 tímar eru at flúgva ímillum. Í stuttum um Føroyar. a>. Slættaratindur (880 m) er hægsta fjall í Føroyum. Um veturin liggur lendið ofta undir í djúpum kava. Oyggjarnar. "Høvuðsgrein: Oyggjar í Føroyum" Oyggjarnar eru 1 399 km2 til víddar. 18 oyggjar eru í Føroyum. 17 eru bygdar og 1 óbygd, Lítla Dímun. Umframt oyggjarnar eru mangir hólmar, stakkar, drangar og sker. Tilsamans 827 av teimum. Heilt neyvt er víddin av øllum Føroyakortinum, við skerum, 1 395,74 km2. Umveldismark: 12 fjórðingar. Størst er Streymoyggin, 374,17 km2, og minst er Lítla Dímun, 0,84 km2. Úr suðri í norður er frástøðan 113 km, og úr eystri í vestur er hon 75 km. Strandalinjan er 1 289 km. Ongastaðni í landinum ert tú meira enn 5 km frá havinum. Tær størstu oyggjarnar eru Streymoy, Eysturoy, Vágar og Suðuroy. Fólk býr á 17 av teimum 18 oyggjunum. Oyggin, sum einki fólk býr á, Lítla Dímun, er rættiliga lítil (0,84km2), og er umringað av brattum, høgum bjørgum, so hon er ring at sleppa til. Einans seyðir og fuglar halda til á oynni. Oyggjarnar úr landnyrðingi eru: Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy, Kalsoy, Eysturoy, Streymoy, Nólsoy, Vágar, Mykines, Koltur, Hestur, Sandoy, Skúvoy, Stóra Dímun, Lítla Dímun og Suðuroy. Landslagið. Føroyar eru eitt skurvut fjallaland við høgum tindum, brøttum bergum og grønum líðum, hólmum, drangum og flesjum. Tær eru átjan smáar oyggjar, prúðar, men ómildar á at líta, tá ið tú kemur uttan av havi inn ímóti teimum, men kemur tú heilt inn at teimum, inn í tey djúpu sundini og firðirnar, "vilt tú vera varur við mangt vakurt og gott millum fjøru og fjals" ("Langt burt frá øðrum londum" eftir Gulak Jacobsen). Gjøgnum oyggjarnar ganga høgir fjallaryggir. Í Suðuroy ganga teir tvørtur um oynna, í hinum oyggjunum mest langvegin. Á Viðoynni, Kalsoynni og summum øðrum støðum er ryggurin ein hvøss, tunn røð. Men fyri tað mesta eru teir bæði flatar og breiðar herður. Upp av teimum reisa seg so hægri tindar og fjøll við skørðum ímillum. Frá herðunum ganga brattlendi niður móti dølum, sjónum ella øðrum undirlendi. Gjøgnum brattlendini ganga ofta brýr, røkur og hamrar, men har sum brattlendið er vallað, síggjast bara teir hægstu hamrarnir. Úti móti opnum havi er oftast bratt berg. Stundum standa tey beint upp, og nevnast tey tá meitilberg. Mangastaðni liggja undir berginum stórar urðar og vísa á, at har hava verið stór berglop. Oyggjarnar hava ikki altíð sæð út sum nú. Kletturin molnar og terist av regni og skiftandi frosti og hita, máast av vatni, ísi og vindi og matast av havalduni. Munurin sæst ikki dag frá degi, men ár koma og ár fara, og tó at bergið kann vísa seg at standa reyst, so máast tað umsíðir. Knappliga kann tað skrædna frá í ervi, loysna úr homrum og berglopið skríður við øgiligum duni út á sjógv. Flestu urðarnar hevur havið skolað burtur. Oman á teimum høgu fjøllunum liggur grót og eyrur, sum frost, vatn og sólarhiti hevur sprongt leyst. Vindurin ber smágrót og eyr út av fjallinum, og vatnið skolar tað oman gjøgnum brekkurnar. Dalar, sum liggja undir grýtutum fjøllum, hava altíð eyrblandaða mold og eyr í áunum. Her og har liggur stórgrót, sum er loysnað úr homrunum. Grótið í Føroyum er av tí slagnum, sum verður nevnt basalt, tað liggur í flógvum hvør oman á aðrari. Fyri mongum túsund árum síðani vóru stór eldgos her um leiðir, og hesar fláirnar eru komnar soleiðis, at grótbræðing hevur spríkt upp úr jørðini gjøgnum op og rivur, og runnið út yvir landið og er so storknað til grót. Soleiðis gerst grót enn í øðrum londum, á Íslandi til dømis goysir ofta grótbræðing enn út úr eldfjøllunum. Hvør flógvin er komin við eitt eldgos, tær niðaru fyrr, tær ovaru seinni. Millum grótfláirnar eru summastaðni fláir av royðugróti. Tað líkist øsku í liti, grátt, reytt og brúnt, og øska er tað, sum er rokin upp úr eldgloprunum. Av tí mikla fargi omaná er hon harðnað til grót. Eina tíð millum eldgosini má viðaskógur hava vaksið her, tí nógvastaðni í oyggjunum er kol at finna, og kol er viður, sum er rotnaður til mógv og síðani harðnaður til kol av farginum omaná. Stundum síggjast týðiliga kvistarnir og viðingarnar í kolstykkjum. Hvussu leingi eldgosini hava vart, kann ikki sigast við vissu, men tey hava vart í mong túsund ár. Í hesari tíð og av hesum eldgosum eru Føroyar uppbygdar. Tá ið eldgosini vóru steðgað, kunnu vit ætla, at landøkið her á okkara leiðum hevur verið ein samanhangandi basaltháslætti, men síðan ta tíð hava tær oyðandi kreftirnar, vatnið, ísurin, vindurin, havið og skfitandi hiti tært, máað og matað háslættan sundur og broytt hann so, at hann gjørdist til oyggjaflokkin Føroyar. Eftir at eldgosini vóru steðgað, gjørdist so kalt her norðuri, at ísur legðist ikki bara yvir Føroyar og økið her um leið, men eisini yvir stórar partar av Kanada, Grønland og Norðurevropa. Ísurin er gliðin suðureftir og norðureftir og hevur máað og gnaddað landið og givið bæði dølum og fjørðum ta útsjónd, teir nú hava. Gamalt er sagt, "at útnyrðingur liggur javnur gjøgnum allar firðir í Føroyum", og hyggja vit t.d. á kortið, síggja vit, at ikki bara allir opnir sund og firðir, men teir longstu dalarnir ganga sama veg. Sum ísurin nú liggur oman á Grønlandi, hevur hann áður eisini ligið oman á Føroyum. Og sum hann nú har ekur oman móti sjónum, hevur hann tá ikið her, fyri norðan í útnyrðing, fyri sunnan í landsynning. Undir ísinum lá eyrur, sum av tí ógvuliga trýsti var skrubbaður fast oman eftir jarðklettinum og soleiðis brýndi dalarnar niður. Verður flag grivið oman av slættari hellu, síggjast ofta tættar skøvur í henni, sum allar ganga sama veg um dalurin, hesar skøvur hevur ísurin skurslað. Men eftir fáum árum máar veðrið tær burtur, tí síggjast tær sjáldan í hellum, sum liggja berar. Ymsastaðni kunnu vit síggja "morenur", morenur kalla vit tað tilfarið av leysum eyri, leiri, gróti og sandi, sum ísurin hevur flutt við sær. Hyggja vit at tí føroysku strondini, so er stórur munur á eysturstrondini, norðurstrondini og vesturstrondini. Innansyndis og eystantil er ofta fjøruslætt og vallað. Norðantil og vestantil eru bjørgini. Allastaðni fram við strondini síggjast merki eftir, hvussu havið hevur matað landið - urðar, gjáir og skriður eru týðilig merki av hesum oyðingum. Fram við landinum standa stakkar og drangar, har liggja flesjar og hólmar, sker og boðar, sum tað seinasta, ið er eftir av tí landi, sum burtur er matað. Veðurlagið. Veðurlagið er rímiliga vátt, við nógvum regni og mjørka, og onkuntíð hørðum ódnum eisini. Her í Atlantshavi renna saman heitir og kaldir luftstreymar, og veðurlagið er skiftandi sól, regn og mjørki. Um summrini eru Føroyar rímiliga kaldar, við miðalhitanum 11°C. Miðalhitin í okkara kaldasta mánaði er 3 °C. Sjálvt um tær liggja á 62° norður, so heldur Golfstreymurin veðurlagið flótt, so vit hava mildar vetrar. Milda og slavna veðurlagið er gott til t.d. seyðahald, sum var høvuðsvinna. Golfstreymurin ger at sjógvurin frystir ikki. Veðrið er ógvuliga óstøðugt, tí Føroyar liggja í norðuratlantiska lágtrýstbeltinum. Føroyar hava strandaveðurlag. Veðurlagið í Føroyum er - ikki uttan orsøk - ofta lýst sum "rásarúmið hjá veðurgudunum". Føroyar hava eisini oyggjaveðurlag við ógvuliga skiftandi veðri. Bert stutt løta kann vera millum sólskin og regn, logn og storm. Sólskin, regn og mjørki hvørt um annað. Í Føroyum mást tú altið laga teg eftir veðrinum. Veturin er lýggjur; ofta við regni, vindi og við hvørt nakað av kava og kulda, sum ikki liggur serliga leingi. Summarið er ljóst - á hásumri nærum alt samdøgrið. Longsta dag eru 19,5 ljóstímar, og stytsta dag eru uml. 5 ljóstímar. Hitin liggur ofta um 10 - 12 °C, men onkrar dagar krýpur hann upp í 20 °C. Veðurlagið fram við sjóvarmálanum í Føroyum er tempererað veðurlag við miðalhita í august upp á umleið 11 °C. Veðurlagið fer frá at verða bólkað sum tempererað til at vera arktiskt, tá ið miðalhitin fyri heitasta mánað er minni enn 10 °C. Fyri hvørjar 100 metrar upp frá sjóvarmálanum kólnar luftin 0,7 °C, og tað merkir, at vit eru farin um markið frá tí tempereraða til tað arktiska veðurlagið longu einar 200 metrar yvir havi. Føroyska veðurlagið fevnir sostatt um sjálvt markið millum tempererað og arktiskt veðurlag, og umleið 80 % av føroyska landøkinum hevur arktiskt veðurlag. Í tí arktiska beltinum í landslagnum eru jarðrivstilgongdirnar serliga virknar. Tá ið veður og vindur slítur klettin við salt, hita og kulda, so tærist kletturin, og rivurnar í klettinum víðkast. Hartil hevur plantugróðurin stutta vakstrartíð, og ovasta jørðildið er merkt av frostnálum, sum elva til viðkvæmi fyri vatni og vindi. Hetta sæst serliga væl á økjum við svarðloysi og í brattlendi. Hóast landið er lítið, er ikki altíð sama veður allastaðni í landinum. Føroyskir býir. "Høvuðsgrein: Yvirlit yvir allar búsetingar í Føroyum, t.e. bygdir og býir" Tórshavn ella "Havnin" er høvuðsstaður í Føroyum og nógv størsti býurin. Havnarøkið hevur stóran týdning. Í Føroyum eru eisini aðrar stórar kommunur ella býir. Klaksvík er næststørsti býur í Føroyum. Fjøll. "Høvuðsgrein: Yvirlit yvir øll fjøll í Føroyum" Hægsta fjallið er Slættaratindur 880 m høgur. Næsthægsta fjallið er Gráfelli, sum er 856 m høgt. Seks av tíggju teimum hægstu fjøllunum liggja á somu oyggj - Kunoyggin. Tey seks fjølllini á Kunoynni, sum eru millum 10 tey hægstu í Føroyum eru: Kúvingafjall 830 m, Teigafjall 825 m, Kunoyarnakkur 819 m, Havnartindur 818 m, Urðafjall 817 m og Middagsfjall 805 m. Í miðal eru fjøllini í Føroyum umleið 300 m høg. Vøtn. a> og er størsta vatn í Føroyum, 3,57 km2 til víddar. "Høvuðsgrein: Listi yvir vøtn í Føroyum" Sørvágsvatn (eisini rópt "Leitisvatn") er størsta vatnið í Føroyum. Leitisvatn er 3,57 km2. Hini eru: 2. Fjallavatn, Vágar 1,03 km2; 3. Sandsvatn, Sandoy 0,82 km2; 4. Toftavatn, Eysturoy 0,51 km2. Tvey tey størstu vøtnini í Føroyum, Sørvágsvatn og Fjallavatn liggja mitt í Vágoynni. Vøtnini eru á hesum oyggjum: Suðuroy, Sandoy, Vágar, Nólsoy, Eysturoy, Streymoy og Hestur. Jarðfrøði. a>. Enniberg er hægsta forberg í Evropa. Niðurbrótingin av føroyska basaltháslættanum tók rættiliga dik á seg í ístíðunum, sum byrjaðu fyri 2,6 milliónum árum síðan. Í hvørjari ístíð savnaðust skriðjøklar og óku út á sjógv. Skriðjøklarnir høvdu stórt grót og nógv tilfar við sær út á sjógv. Harvið broyttust lægdir til djúpar dalar og firðir við brøttum líðum, meðan høvdir í upprunaliga landslagnum komu at standa næstan órørdar eftir, sum opin fjallalandsløg og slættir fjallatoppar. Oyggjarnar eru úr basalti, gosgróti, ið síðan fornu eldgosini er grivið burtur av jøklum í seinastu ístíð. Hesir jøklarnir eru nú firðir, sund og dalar, og orsøk til, at Føroyar eru tað oyggjasamfelagið, sum vit kenna í dag. Av tí, at Føroyar eru skaptar soleiðis, at ísurin lættliga kundi renna burtur, rennur vatn eisini lættliga burtur. Sum oftast er hetta ikki ein trupulleiki, tí nógv regn er í Føroyum. Men tað kemur fyri, at einki regn er í fleiri mánaðir. Føroyar eru av basalti, sum varð til eftir stór eldgós fyri 60 mió. árum síðani. Tá fóru meginlondini hvørt frá øðrum ímillum Eysturgrønland og Føroyar og fóru hvørt sína leið. Jarðfrøðiliga eru Føroyar bygdar av basaltlava, tað er flótandi basalt, sum er storknað í fáum til bamrar og røkur. Ímillum basaltfláirnar er bleytt royðugrót, sum er øska av eldgosum. Oyggjarnar vórðu til úr eldgosum tíðliga í tertiertíðindi, fyri einum 60 mió árum síðan. Nú er einki gosvirkni. Landslagið er upp gjøgnum tíðirnar evnað til av jøklum, jøkulvatni, veðri, sjógvi og vindi. Flestu oyggjarnar eru langar og smalar. Ikki er langt um firðir ella sund, men ofta er streymhart. Í Suðuroy halla fláirnar í landnyrðing og landnyrðing eystan, í norðaru oyggjunum í landsynning eystan og landsynning. Niðastu basaltfláirnar eru tí vestanfyri og í Suðuroy, miðfláirnar mest í miðoyggjunum og ovastu basaltfláirnar eystanfyri. Í Føroyum nevna vit strendurnar bakki, berg, hella, fjøra, møl og sandur. Fram við landi eru nógvastaðni stakkar, drangar, flúrar, flesjar og sker. Havleiðirnar um Føroyar. Sund og firðir skilja oyggjarnar frá hvørjari aðrari. Í flestum sundum og fjørðum er óføra harður streymur, men í summum er "deyðavatn". Undir sjónum er løgið landslag fjalt fyri eygum okkara. Har eru stórar urðar, langir fjallaryggir og djúpar gjáir, djúpálar, bæði longri og djúpari enn uppi á turrum. Mesti havbotnurin er tó slættur. Sumstaðni hevur havið máað inn í bergið og gjørt holur og loft. Føroyar liggja millum Norskahavið og Norðuratlantshavið. Hesi høv eru skild av einum undirsjóvarryggi, sum gongur millum Skotland og Ísland yvir Føroyar. Vestan fyri Ísland heldur hesin ryggur fram yvir ímóti Grønlandi og víðari til Kanada. Tann parturin av rygginum, sum er millum Ísland og Føroyar, verður nevndur Føroya-Íslandsryggurin. Stóran part av strekkinum millum Ísland og Føroyar kemur ryggurin upp á 500 metra dýpi. Millum Grønland og Ísland er nakað djúpari, men djúpasta skarðið á øllum rygginum er í Bankarennuni, millum Føroyabanka og landgrunnin. Hon er um 850 metrar djúp. Frá Føroyabanka heldur ryggurin fram móti Skotlandi og verður á hesum strekki vanliga nevndur Wyville-Thomson Ryggurin. Hann kemur upp á uml. 600 metra dýpi. Norðuratlantsstreymurin ber heitan sjógv við sær móti Føroyum, tí hann kemur sunnaneftir úr heitari høvum. Hann kemur úr Golfstreymurin, og her á landi nýta vit ofta tað navnið, um tann streymin, sum fer fram við okkum. Føroysku havleiðirnar fáa tó ikki bara heitan sjógv. Ein kaldur streymur kemur suðureftir fram við Íslandi. Hann verður nevndur Eysturíslandsstreymurin, og hann er kaldur, tí sjógvurin í honum kemur úr teimum køldu høvunum fyri norðan. Hyggja vit gjøllari at Norðuratlantsstreyminum, har hann fer fram við Føroyum, síggja vit, at hann býtir seg í tvær greinir. Syðra greinin fer suður um føroyska landgrunnin og eystur gjøgnum Hetlandsrennuna. Norðara greinin fer yvir um Íslandsryggin, men nakað av sjógvi fer næstan heilt norður móti Íslandi, har ein partur fer vestur aftur í hav, meðan restin fer suðureftir og eystur um ryggin. Samanburður. a> er minsta oyggj í Føroyum, 0,82 km2 til víddar. Samlaða víddin á Føroyum er 1 399 km2 (113 km úr norður- til suðurenda, 75 km úr vestur í eystur). Talva. Samanbering við onnur smálond (stødd í km2). Tikari. Fyrrverandi og núverandi útbreiðsluøki hjá tikara. Tikari, (latín "Panthera tigris") er eitt stórt rándýr av kattarætt. Tikarum dámar best at vera fyri seg sjálvar. Tikarar eru ógvuliga dugnalig veiðidjór og brúka stríputa skinnið at fjala seg við í skóginum og leypa so á fongin. Teir duga væl at svimja, og teimum dámar væl at svala sær á í vøtnum, hyljum og áum. Tikarar eta mest stór og miðalstór djór, alt frá vatnbúfli til smáar hjørtir og villsvín. Tikarar eru hótt djóraslag og liva bara í Eystur- og Suðureystur-Ásia. Tikarar kunnu verða 3,4 metrar langir og viga upp í 305 kilo. Ein tikari kann svølta í tvær vikur, men kann tá eta upp í 30 kilo av kjøti í einari máltíð. Tikarin er eitt hótt djóraslag. Færri enn 10.000 tikarar liva nú í villini náttúru í Asia, serliga í India, Kina, Indonesia og Siberia. Tann villi tikarin er í vanda fyri at verða týndur, ikki minst tí veiðitjóvar drepa djórið fyri at selja tað ólógliga, serliga í Kina, sum er heimsins størsti keypari av friðaðum djórasløgum. Fyri nøkrum árum síðani setti kinverska stjórnin tiltøk í verk fyri at bjarga tikaranum undan týning, men nógv bendir á, at lógin um forboð ímóti handli við tikarum, ikki verður hildin. Villingadalsfjall. Villingadalsfjall er triðhægsta fjall í Føroyum. Norðanfyri Viðareiði røkkur Villingadalsfjall upp í 841 m hædd, tað hægsta fjallið í Norðuroyggjum og nr. 3 í Føroyum. Norðurendin er Enniberg, sum reisur seg sum ein 650 m høgur og steyrrættur múrur upp frá sjónum. Kúvingafjall. Kúvingafjall er hægsta fjall á Kunoynni. Kúvingafjall er fjórðhægsta fjall í Føroyum. Hann røkkur upp á 830 m. Áir í Føroyum. Viðoy. ! Trøllhøvdi. Trøllhøvdi er triðistørsti hólmur í Føroyum. Trøllhøvdi liggur einans um 100 m norðanvert Sandoynna, sundið ímillum nevnist Høvdasund. Tað eru gott 9 km (umleið 6 sjómíl) at sigla úr Kirkjubø. Víddin er 19 ha. Hægsta punkt er 160 m. Longdin er gott 850 m, og á tí breiðasta er Trøllhøvdi um 320 m. Tøllhøvdi kom undir Kirkjubøargarð einaferð í míðøld. Annaðhvørt hevur bispasæti ognartikið Høvdan, ella er hann latin kirkjubøingum fyri skúts. Áðrenn Skopun verður bygt, høvdu kirkjubøingar skyldu at rógva sandoyingar báðar vegir um fjørðin. Seyðurin í Trøllhøvda er tiltikin góður. Trøllhøvdi ber 42 áseyðir, eitt tal sum stavar frá tí gamla markatalinum á Kirkjubøargarði, nevniliga 39 merkur. Hetta var áðrenn amtmaðurin tók triðingin av garðinum fyrst í 1800 talinum. Í dag verður Trøllhøvdi býttur millum 4 festi. Hetta er tó bert galdandi tá um seyðin ræður. Fuglur verður býttur øðrvísi, tí at tær 8 merkurnar fyri Handan ikki hava veiðirætt í Trøllhøvda, samb matrikkuldóminum frá 1972. Kirkjubøargarður setir lomb og brundlomb við á hvørjum árið. Øll sleppingarlomb verða tikin innan av landi, og førd út í Trøllhøvda á heysti. Í Trøllhøvda eru eisini fuglabjørg, og av búfugli kunnu nevnast lomvigi, álka, rita, lundi, skrápur, havhestur, drunnhvíti, bakur, likka og smáfuglar. Gáshólmur. Gáshólmur sæst uttast til høgru. Gáshólmur er ein hólmur í Vágunum og er er fjórðstørsti hólmur í Føroyum. Hann er 10 hektarar til støddar. Gáshólmur er gott feitilendi. Gorfuglur. Á leið fyrrverandi útbreiðsluøki hjá gorfugli, gulu blettirnir umboða klekingarøki. Gorfuglur (latín "Pingvinus impennis L [Alca impennis]") var ein svartur sjófuglur, sum nú er útdeyður um alla verð. Hann var einasta nýggjara slagið í slektini "Pinguinus", men hann var ikki í ætt við pingvinir, hóast hann var fyrsti fuglur, ið var kallaður 'pingvin'. Orðið sigst stava frá walisiskum fiskimonnum, ið sóu henda (fyri teimum) ókenda fugl, tá teir fóru at fiska undir Nýfundlandi, og nevndu teir hann "pen gwyn" á sínum walisiska máli, ið merkir "hvíta høvd", eftir stóra hvíta blettinum á høvdinum. Tá europear seinni sóu pingvinir á sunnaru hálvu, ið mintu um gorfuglin, vórðu tær uppkallaðar eftir honum. Útsjónd. Í liti og eisini í nevinum líktist gorfuglur mest álku, men hann var nógv størri enn álka, uml. 70 cm til hæddar og vigaði um 5 kg. Men veingirnir vóru so lítlir, at hann kundi ikki flúgva, og tað varð honum at bana. Útbreiðsla. Gorfuglur helt upprunaliga til í økinum frá landnyrðings USA, fram við eysturstrondini á Kanada, Grønlandi, íslandi, Føroyum, Írlandi, Bretsku oyggjunum, Noregi, Fraklandi og niður til Norðurspania. Ósemja hevur verið, um gorfuglur yvirhøvur áttí Føroyum, men frásagnir benda á, at hann átti í Føroyum fram til 18. øld. Tá vit koma fram til 19. øld, er hann horvin sum búfuglur, og sambært týska fuglafrøðinginum Graba, sum vitjaði í Føroyum í 1828, mintust bara nøkur gomul fólk seg at hava sæð gorfugl um "Vestmannaleiðina". Gorfuglur átti í stórum tali í Íslandi, Grønlandi, Nýfundlandi og summum skotskum oyggjum, t.d. St. Kilda. Gorfuglur var feitur og góður matur, og tí varð hann veiddur allastaðni, har hann helt til, og við tíðini avoyddur. Alment verður sagt, at teir seinastu vórðu fingnir á Eldey í Íslandi í 1844; men ein skal vera sæddur í Nýfundlandi í 1852 og kanska í Grønlandi so seint sum í 1870'unum. Gorfuglur í Føroyum. Stundum hevur verið ført fram, at gorfuglur helst ikki átti í Føroyum, hóast hann varð veiddur her, men frásøgnir finnast, sum vátta at hann hevur átt í Føroyum eisini. Áðurnevndi týski fuglafrøðingurin Graba sigur í dagbók síni, at Wencelaus Hammershaimb fúti (1744 - 1828), slerdi ein gorfugl, sum bøldi einum eggi á "Vestmannaleiðini". Eystanfyri bygdina Hattarvík í Fugloy er ein rók, ið nevnist "Gorfuglarókin", og sambært Svabo fekk føroysktføddi náttúrufrøðingurin Nicolai Mohr (1742-1790) eitt gorfuglaegg undan einum gorfugli, sum var tikin í Fugloy, hetta bendir á, at gorfuglur hevur átt í Fugloy eisini.. Í Svínoy sigst at staðarnøvnini "Langa-Gorstangi" og "Stutta-Gorstangi" skulu koma av eldru nøvnunum "Langi-Gorfuglatangi og Stutti-Gorfuglatangi", og Christian Matras sigur um hesar tangar í Svínoy: "I Følge Sagnet skal Tangerne have deres Navn af Gejrfugle (gorfuglar), der holdt til her i Mængde i gammel Tid".". Semja er ikki um, hvar hin seinasti varð dripin í Føroyum. Skúvoyingar siga, hann varð fingin millum annan hellufugl á Gævukletti, stutt vestan fyri Sigmundarrók í Skúvoy. Siður var at býta hann móti 3 lomvigum, hesa ferðina býttu teir hann móti 6, tí hann var so sjáldsamur. Kirkjubøkingar siga, at seinasti varð tikin á Boðbergstanga í Trøllhøvda, eina ferð teir vóru eftir hellufugli. Báðir geva upp somu tíð»um 1820«. Uppskrivað er, at ein varð fingin í Stóru Dímun 1. juli 1808.. Einasta tekning, sum er gjørd eftir einum livandi gorfugli, varð gjørd eftir einum fugli, sum danski læknin og fornfrøðingurin Ole Worm (1588 – 1654) hevði fingið livandi úr Føroyum. Einasta tekning, sum er gjørd eftir einum livandi gorfugli, Ole Worm (1588 – 1654) fekk hendan livandi gorfuglin úr Føroyum. At hvítur 'kragi' er teknaður um hálsin, kemst av at fuglurin varð hildin í tjóri Jemen. Jemen (Arabiskt mál: الجُمهورية اليَمَنية - al-Jumhūriyyah al-Yamaniyyah) er eitt arabiskt land sum fevnir um útsynningshornið og syðra part av arabisku hálvoynni í Vesturasia. Landið hevur mark til Saudi Arabia í norði, til Reyðahavið móti vestri, móti Adenvíkini og Arabiska Havinum móti suðri og móti Oman í eystri. Høvuðsstaðurin, sum eisini er størsti býurin í Jemen eitur Sana'a, har búgva umleið 2 milliónir. Fólkatalið í Jemen var umleið 23.833.000 í 2011. Jemen fevnir um eitt økið sum er 527.829 km2 til støddar. Jemen fevnir eisini um umleið 200 oyggjar. Søga. Norðurjemen fekk frælsi 18. november 1918 eftir at hava verið undir Osmanniska Ríkinum. Suðurjemen gjørdist sjálvstøðugt 30. november 1967. Norður og Suðurjemen vóru sameind til eitt land hin 22. mai 1990. Jemen hevur verið merkt av borgarakríggið síðani januar 2015. Stríði stendur millum shia Houthi-uppreistrarherin og sunni-stjórnina. Houthi uppreistrarherurin hevur megnað at tikið valdið yvir meginpartin av landinum. Í mars 2015 avgjørdi Saudi-Arabia og fleiri arábisk lond at stuðla teirra sunni trúarfeløgum í at vinna valdið aftur í Jemen. Ein avgerð, ið skjótt varð fordømd av Iran, ið stuðlar teirra shia trúarfeløgum í Houthi-uppreistrarherinum. Kasakstan. Kasakstan ella Kasakhstan er eitt lýðveldi í Asia. Landið var partur av fyrrverandi Sovjetsamveldinum til desember 1991. Kasakstan er eitt land, ið liggur mitt í Asia. Har búgva umleið 18 milliónir. Harav eru 63 % kasakstanar, 23,7 % russar, 2,9 % uzbekar, 2,1 % ukrainar, 1,4 % uyghurar, 1,3 % tatarar, 1,1 % týskarar, 4,5 % onnur fólkasløg. Millum annað komu fleiri jødar til Kasakstan undir øðrum heimsbardaga. Landið er níggjundastørsta landið í heiminum við eini vídd á 2 724 900 km2, hvar 1,7 % er vatn. Størsti býurin eitur Almaty, har búgva 1,3 miljónir. Almaty varð høvuðsstaður til 1997. Býurin er kendur fyri sínar flottu bygningar. Høvuðsstaðurin í Kasakstan eitur Astana, hann gjørdist høvuðsstaður í 1997. Grannatjóðirnar hjá Kasakstan eru: Russland, Kina, Kirgisia (Kyrgyzstan), Usbekistan og Turkmenistan. Harumframt liggur landið við Kaspiska Havið. Nógv kenna kanska Kasakstan frá skemtifilminum Borat. Men Landið er ikki júst sum tað er lýst í filminum. Tad er eitt rættliga reint og ríkt land. Mongolia. Mongolia (mongolskt: "Монгол улс"), eisini nevndur Ytra-Mongolia, er eitt stórt land í Miðasia. Í norðri hevur Mongolia mark við Russland og í eystri, vestri og suðri við Kina. Ulan Bator er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Høvuðsstaðurin í Mongolia er miðdepil í landsins vega- og jarnbreytakervi. Fyri hundrað árum síðan var Ulan Bator lítil landsbýur, men kommunistastyrið gjørdi býin til stórbý. Fjarskotna og strálbygda landið Mongolia var einaferð miðdepil í einum stórum heimsríki. Í 13. øld legði mongolhøvdingin Djengis Kan undir seg ovurstórt heimsríki, ið fevndi um meginpartin av Miðasia og Kina. Tá ið hann doyði, var sagt, at tað var næstan eitt ár at ríða úr øðrum enda í annan í ríki hansara. Sonarsonur hansara Kublai Khan tók við eftir hann, men í 14. øld legði Kina stórar partar av ríkinum undir seg aftur. Mongolar. Mongolar vóru fólkasløg, sum livdi á skógarleysu víddunum í Landnyrðingsasia. Mongolar búðu í rundum tjøldum, jurtum. Konurnar fluttu tey stað úr stað í vognum. Ættbólkarnir flakkaðu um mongolsku grasfløturnar við alidjórum. Tey høvdu t.d. ross, geit, neyt og seyð. Teir livdu mest á rossabaki, og við teimum fekk Djengis Kan gjørt tátíðar sterkasta her. Teir brúktu nýggjastu vápnini, til dømis bæði krút og roykbumbur, so at eigin sá teir í álopi. Mongolar gjørdu avbera góðar bogar úr horni, viði og djórasinum. Tí vóru bogarnir ótrúliga sterkir. Mongolar vóru tiknir úr leikum sum bogaskjótarar, og teir dugdu at spenna bogan, medda og skjóta, meðan rossið tvísporaði. Teir funnu upp oddar, sum fóru ígjøgnum herklæði, hvínandi ørvar at bákna við og ørvar við smáum spreingiknøttum á oddinum. Allar hernaðaratgerðir vóru lagdar væl til rættis, og á rossabaki fóru teir ótrúliga skjótt víða. Altíð megnaðu teir at savna megina, tá ið mest á stóð, og teir herjaðu og brendu allastaðni. Teir loyptu ræðslu á fólk, hagar teir komu. Seinast í 12. øld savnaði máttmikil høvingi, Djengis Kan, flakkandi ættbólkarnar í Suðursiberia. Ættbólkarnir vóru mongolar, og honum eydnaðist at skipa fólkið í stóran og máttmiklan her. Herur Djengis Kans var mannaður við reiðmonnum, ið vóru tiknir úr leikum við boganum. Mongolsku reiðmenninir høvdu ein boga, tveir ørvahúsar og einar 30 ørvar. Teir dúgligastu riðu til tey fjarskotnastu mongolsku hjálondini og komu heimaftur við tíðindum um bardagar og um viðurskiftini í fjarskotnu londunum. Reiðmenninir stýrdu rossunum við beinunum bara og høvdu stríðsvápn í hendi. Tey búðu í rundum tjøldum, sum tey tóku við sær, so hvørt tey fluttu. Konurnar koyrdu tjødini á vagnum, og menninir veiddu, røktaðu djórini og seldu tey fyri metal og korn. Veldi Djengis Kans. Mongolar vóru flakkfólk í Miðasia. Í 1206 var máttmesti høvdingur teirra, 39 ára gamli Temudjin, valdur til kan (valdsharra), og nevndi seg Djengis (prinsur av øllum, sum millum heimshøv er). Hann setti sær sum mál at leggja allan heimin undir seg. Í 1211 gjørdi herur hansara innrás í Kina, og í 1215 tók hann "Zhongdu", seinni kallaður Peking, nú Beijing. So herjaðu teir í Miðasia, Afganistan og stórum pørtum í Iran. Tá ið Djengis Kan doyði í 1227, var tað, sum hann sjálvur tók til, eitt ár at ríða úr enda í annan í ríki hansara. Eftirkomarar hansara tóku stutt eftir Suðursiberia og herjaðu eitt stutt skifti í Eysturevropa. Teir vunnu sær valdið yvir syndraðu ríkjunum í Norðurrusslandi og gjørdu tey til skattlond síni. Ættfólk Djengisar helt fram at leggja lond undir seg. Tey tóku Irak og tað, sum eftir var av Iran. Abbasonurin Kublai varð valdur til stórkan í 1260. Hann flutti til Beijing, týndi Songríki fyri sunnan og varð viðurkendur keisari yvir øllum Kina í 1279. Kublai var bæði krígsmaður og politikari. Hann gav boð um, at gera vegir, so samband var við fjarskotnastu landslutirnar í ríkinum, læt vælgerðarstovnar gera til sjúk og gjørdi matgoymslur, skuldi hungursneyð komið. Ymsu partarnir í ríkinum gjørdust, sum tíðin leið, sjálvstøðugir. Kublai Kan hevði ikki ræðið yvir iranska kanatinum ella Gylta fylgis-kantinum í Suðurrusslandi. Politikkur. Meginpartin av 20. øld hevur landið verið kommunistiskt, og tað hevði gott samband við Sovjetsamveldið, til fólkavalt stýrið tók við í 1990. Ávirkanin úr Sovjetsamveldinum sæst týðiliga á mongum almennum húsum í Ulan Bator. Samkynd. Tað er ikki longur ólógligt at vera samkyndur í Mongolia. Tað bleiv lógligt í 2002. Landafrøði. M.a. Mongolia, Siberia, Kina, Korea, Japan og Landsynningsasia eru lond í "Fjareystri". Bæði Manchuria og Innara-Mongolia hava síðan 1950 hoyrt til kinesiska samveldið. Mongolia er tann parturin av Mongolia, sum liggur næstur Kina. Hin parturin av Mongolia gongur undir navninum Tjóðveldið Mongolia ella Ytra-Mongolia. Fyri norðan og vestan er Mongolia umgirt av høgum fjøllum, og fyri sunnan er Gobioyðimørk. Veðurlag. Veðurlagið er harðført, summarið stutt og veturin kaldur og langur. Veðurlagið í Mongolia er temprað landveður og turrligt bæði summar og vetur. Serliga har suðuri ber av. Og har er eisini ein stór oyðimørk, sum eitur Gobi. Nakað av landinum er tó steppa ella vaksið við gras. Har ganga hirðar við kamelum og seyðafylgjum. Nakað av fólkinum har er fastbúgvandi og dyrkar jørðina. Búskapur. Stórt náttúrutilfeingi er í landinum, helst olja og kol, men tað var ikki fyrr enn í 1990-árunum, at farið var at vinna út hetta tilfeingið. Landbúnaður. Flakkbøndurnir í Mongolia fara víða um við fenaði sínum, vanligastu djórini eru jakkneyt og onnur neytasløg, geit, seyður og kamelar. Um summarið verður fenaðurin rikin langt niðan í fjøllini, har hann gongur á biti, til veturin kemur, og farið verður oman aftur á slættlendið. Jakkneytið hevur lagað seg til harðføra veðurlagið í Mongolia, og tað veitir bóndunum mjólk, kjøt, smør og ull. Tey nýta serlig, strýtuskapað tjøld, nevnd "jurt". Enn á okkara døgum búgva summir mongolar í jurtum. Fólkið. Fólkið í Eysturasia er runnið av tí mongolættindi, sum mong fólk í Landsynningsásia, indiánararnir í USA og "skrælingararnir" í bæði Grønlandi og Kanada eisini eru sprotnir av. Mesta fólkið býr miðskeiðis í landinum, har tey liva av at halda fenað á víðu grasfløtunum. Mangir mongolar eru framúr kringir á rossabaki. Alt frá tí barnið dugir at sita, lærir tað at ríða, og longu trý ára gamalt hevur tað tamarhald á rossi. 11. juli á hvørjum ári kunnu tey vísa, hvat tey duga, tí tá er Nadamstevnan, ið verður hildin um alt landið. Tá verður m.a. kappast í kappríðing, glíming og bogaskjóting. Í tey seinastu 100 árini eru millióntals kinesarar fluttir úr Kina til Mongolia at búgva, so nú er upprunafólkið við minniluta. Pakistan. Tað Islamska Tjóðveldið Pakistan (enskt "Islamic Republic of Pakistan", urdu اسلامی جمہوریۂ پاكستان) varð sett á stovn í 1947 at hýsa muslimunum í India. Landið var í tveimum - Eysturpakistan og Vesturpakistan, men í 1971 tók Eysturpakistan loysing og nevndi seg Bangladesj. Vesturpakistan nevndi seg Pakistan. Pakistan hevur í 2014 umleið 200 milliónir íbúgvar. Pakistan hevur mark við India, Iran, Afganistan, Kina og hevur tann fyrimun at hava atgongd til heimshøvini um Flógvan. Pakistan hevur tí avgerandi geopolitiskt strategiska støðu í mun til økið annars. Tað pakistanska samfelagið er bæði óstøðugt og spjatt, og er higartil tað einasta muslimska kjarnorkuveldið. Høvuðsstaðurin í Pakistan eitur Islamabad; hann stendur í fjøllunum tætt við Rawalpindi. Høvuðsstaðurin er nýggjur býur; farið varð at byggja hann í 1961. Navnið Islamabad merkir "staður Islams". Býurin er bygdur eftir býarætlan, og har eru mong opin torg og breiðir vegir. Størsti og týdningarmesti býurin er havnabýurin Karachi; í sjálvum býnum búgva umleið 12 milliónir íbúgvar, meðan tað í Karachi og økinum rundanum búgva 23,5 mió. fólk. Alt síðan Pakistan gjørdist frælst ríki, hevur marknastríð verið ímillum pakistanar og indar um muslimska landslutin Kashmir, ið hoyrir til India, men sum Pakistan sigur seg eiga. Tá ið India varð býtt sundur í 1947, kom landsluturin, har flestu fólk eru muslimar, undir India, har mesta fólkið er hinduar, ístaðin fyri islamska tjóðveldið Pakistan, har tey flestu eru muslimar. Kríggj brast á, og landsluturin varð býttur ímillum tey bæði londini í 1949. Bæði Pakistan og India krevja enn hetta økið. Pakistan hevur verið herjað av nógvum yvirgangsálopum. 92 prosent av øllum yvirgangsatsóknum har fólk doyggja henda í tíggju londum. Tveir triðingar av offrunum fyri yvirgang búgva í Pakistan, Irak ella Afganistan. Hetta vísa yvirlit sum byggja á upplýsningar frá millum annað uttanríkisráðnum hjá USA og hagstalsgrunninum Global Terrorism Database (GTD) í 2012. Hagtølini vísa at 55 prosent av atsóknunum, 62 prosent av teimum dripnu og 65 prosent av teimum løstaðu eru úr Pakistan, Irak ella Afganistan. Søga. Í meira enn 200 ár var Persaríki heimsins bæði mætasta og størsta land. Persaríki var tá Mesopotamia, Anatolia, londini við eystara part við Miðjarðarhav og londini, sum nú eru Afganistan og Pakistan. Tá ið India tók loysing í 1947, samdust muslimar og hindar ikki. Muslimar kravdu land fyri seg, og teir fingu Pakistan. Pakistan varð býtt í Vesturpakistan (nú Pakistan) og Eysturpakistan (nú Bangladesj), sum lógu langt hvørt frá øðrum. Sum frá leið, bar ikki til at halda hesum kloyvda ríki saman; á valinum í 1970 vann Awami-samgongan í Bangladesj (tá æt Bangladesj Eysturpakistan) stórsigur. Í 1971 tók Eysturpakistan loysing, og tjóðveldið Bangladesj varð stovnað. Politikkur. Í Pakistan er ikki fólkaræði, talufrælsi ella trúarfrælsi. Í minsta lagið 16 fólk sita í fongsli í Pakistan og bíða eftir deyðadómi, tí sagt verður, at tey hava spottað profetin Mohammed, og fleiri enn 20 sita í fongsli fyri lívið. Landafrøði. Tað Islamska Tjóðveldið Pakistan er landið, har sum áin Indus og tvøráir hennara renna; áin Indus kemur úr fjøllunum í Tibet norðan fyri Himaleia. Hon rennur ígjøgnum láglendið í Pakistan og út í Arábiuhavið. Fimm áir renna í Indus, tær eru Jhelum, Chenab, Ravi, Sutlej og Beas, sum eru upprunin til navnið "Punjap", ið merkir "fimmáalandið". Aðrastaðni í Pakistan hava víðfevndar vatnveitingarætlanir gjørt runnafløtur og hálvoyðimørk til fruktagott akurlendi. Í Pakistan er veðurlagið sera turrligt. Tann vestari parturin av landinum er oyðimørk ella runnasteppa. Har ganga hirðarnir við seyði, rossum, neytum, dromedarum og geitum at leita sær eftir vatni og beiti. Men á láglendinum, har sum Indus og tvøráir hennara renna, veksur betur, tí har hava teir áarvatnið at veita á velturnar. Láglendið var einaferð í tíðini ein breiður fjørður inn úr Arábiuhavinum, sum áin Indus hevur fylt við tí nógva gruggi, sum hon hevur havt við sær úr Himaleiafjøllunum, tá ið regntíðin hevur herjað har. Indusáin er byrgd í fleiri støðum. Tann størsta byrgingin er við Sukkur. Hon er 1,6 km long. Úr tí stóra vatninum oman fyri Sukkur-byrgingina, hava teir lagt 60.000 km av veitingum út á tær turru eingirnar fyri vestan og fingið tær til fruktagóðan bø. Búskapur. Landbúnaður er høvuðsvinnan í Pakistan. Flestu fólk liva av landbúnaði, men stór framgongd er í ídnaðinum, helst í bummullar- og klædnaídnaðinum. Handverksídnaður sum teppiveving og metalsmíð eru eisini týdningarmiklir vinnuvegir. Fruktagóða slættlendið í Punjab er besta landbúnaðarlendið í Pakistan. Vatn úr Indus, haðan fólkið eisini fær drekkivatn og ravmagn, verður veitt á fruktagóðu jørðina. Í teimum vatnaðu veltunum í Pakistan velta teir hveiti í tí kaldari árstíðini og hirsi, bummull og mais í tí heitari árstíðini. Bummullin verður virkað í bummulsvirkjunum í Karachi ella seld til onnur lond. Teir selja eisini t.d. ull, húðir og skinn. Nógv ár við kríggi og náttúruvanlukkum hava elvt til eina nýggja hungurskreppu í 2013, har umleið helmingurin av íbúgvunum ikki hevur trygga atgongd til mat. Stríð og bardagar í stammuumráðum nærhendis afganska markinum hava bara gjørt trupulleikarnar enn størri, samstundis sum fjølmiðlar hava gjørt lítið burturúr. Tað upplýsir WFP, sum er heimsmatvørustovnurin hjá ST. Mentan. Um triðingurin av fólkinum í Pakistan býr í býum. Mong fólkasløg við egnum máli og egnari mentan búgva í Pakistan. Pashtunar á útnyrðingsmarkinum við Afganistan eru gitnir fyri sítt óvíkiliga trúfesti ímóti ætt sínari. Sindhiar, sum eru landbúnaðarfólk sunnarlaga í landinum, eru kendir fyri gomlu tónleika- og bókmentasiðvenju sína. Punjabar búgva á fruktagóða slættlendinum í Punjab. Islamsk lóg sigur, hvussu fólkið skal dýrka Allah og bera seg at í lívinum. Konufólkini skulu ganga í purdah (plagg innan fyri slørið). Hetta hevur við sær, at tá ið konufólk skulu út, mega tey annaðhvørt verða í burqa (hettukjóla) ella í chaddar (slørið), so at mannfólk skulu ikki síggja andlitið á teimum. Siður er eisini, at húsini eru innrættað soleiðis, at uttaru rúmini eru til mannfólk og innaru til konufólkið. Sri Lanka. Sri Lanka (áður Ceylon) (singalesiskt: ශ්‍රී ලංකා ප්‍රජාතාන්ත්‍රික සමාජවාදී ජනරජය, tamilskt: இலங்கை ஜனநாயக சமத்துவ குடியரசு) er eitt oyggjaland í Ásia. Høvuðsstaðurin eitur Colombo. Sri Lanka er gitið fyri sínar vøkru sandstrendur á suður- og útsynningsstrondini og fyri buddistatemplini minnisvarðarnar víða um í landinum. Seinastu árini er ferðavinnan heilt nógv minkað av borgararkrígnum, ímillum singalesar og tamilar, ið stríðast fyri at seta á stovn egið ríki norðast í oynni. Landafrøði. Sunnan fyri India er tann fruktagóða oyggin Sri Lanka. Sri Lanka er gitið fyri sínar tropisku pálmastrendur, høgu, brøttu fjøllini og fjølbroytta dýralívið, ið fær mong ferðafólk at koma hagar. Sri Lanka hevur tropiskt veðurlag, men hitin er ikki so knógvandi, tí havið mildnar so væl. Sagnir siga, at paradísgarðurin var úti á Sri Lanka. Sri Lanka er fjallaland, hægsta fjallið er 2500 metrar høgt. Undir fjøllunum er tó allastaðni væl av láglendi. Alt láglendið er velt og væl av hálendinum eisini, men tó eru hugtakandi regnskógir í fjøllunum og pálmum og øðrum valaviði. Allur tann niðari parturin av láglendinum er vaksin við kokuspálmum, meðan tann ovari parturin og nakað niðan í brekkuna er lagdur í tvørteigar og veltur til t.d. rísakrar. Uppi í dølunum eru eldgamlar byrgingar, so teir kunnu lata vatn á rísvelturnar. Gummitræið skal hava nógv vatn, og tí veksur tað ovast í brekkunum. Tetrænum dámar væl fjallaluftina og kann vaksa í 2000 metra hædd. Stórir partar av lendinum uppi á oynni eru avvaksnir við terunnum. Tann størsti havnarbýurin er Colombo (Kolombo), sum eisini er høvuðsstaður. Søga. Tá ið Sri Lanka loysti frá Stóra Bretlandi í 1948, fekk Solomon West Ridgeway Dias Bandaranaike (1899–1959), ið hevði staðið á odda fyri "Frælsisflokki Sri Lanka", mesta politiska valdið. Tá ið hann varð myrdur í 1959, tók kona hansara, Sirimavo Bandaranaike, við eftir hann og vann valið í 1960. Fyrsta konufólk í heiminum, ið gjørdist forsætisráðharri, frú Bandaranaike, tók undir við sosialistiskum politikki. Hon stuðlaði sinhalesum, ið eru buddistar og í meiriluta, ímóti muslimskum og hinduistiskum tamilum, ið eru í minniluta í oynni, og royndi at gera singalesist til alment mál ístaðin fyri enskt. Hetta elvdi til, at tamilarnir gjørdu uppreistur, og frú Bandaranaike misti valdið í 1965. Hon kom aftur til valdið í 1972, setti í gildi nýggja stýrisskipan, ið lýsti landið sum tjóðveldi, og nevndi tað "Sri Lanka". Sri Lanka gekk áður undir navninum Ceylon. Tá ið hon fell í 1977, varð hon skuldsett fyri mutur og koyrd úr tinginum i 1980. Sri Lanka hevur áður verið kongsríki, men um ár 1500 komu evropear (bretar, portugalar og hollendarar) hagar og løgdu hvør sín part av oynni undir seg. Seinni tóku bretarnir alla oynna og høvdu hana, til hon fekk sjálvstýri í 1948. Spentu viðurskiftini ímillum singalesisku myndugleikarnar og tamilar elvdu til borgarakríggj í 1983, í 2009 var friður fingin í lag. Tamilar settu seg upp ímóti, at singalesar skulu hava alt valdið og vilja hava sítt egna ríki norðast í oynni. Menningarhjálp úr Føroyum. Í 2005 skrivaði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, undir stuðulstilsøgn uppá 1,7 milliónir krónur til at byggja eitt barnaheim í Trincomalee á Sri Lanka. "Fyri fyrstu ferð verður føroysk neyðhjálp nýtt beinleiðis til at byggja eitt barnaheim. Við barnaheiminum fara pengarnir til nakað sera ítøkiligt, og eg meti hetta vera ein góðan hátt at hjálpa nøkrum av teimum mongu børnunum, ið komu illa so illa fyri av flóðalduni. Eg fegnist um at áhugabólkar hava víst so stóran áhuga fyri at hjálpa og um, at tey hava átikið sær hesa stóru uppgávuna", segði Jóannes Eidesgaard í 2005. Síðan desember 2005, tá peningurin varð fluttur Barnabata, hava nógvir ymsir trupulleikar tarnað arbeiðinum. Eitt nú brast borgarakríggj á aftur í júst tí partinum av landinum, har ætlanin var at byggja barnaheimið, og hetta steðgaði ætlanini eina tíð. Mannarættindi. Ein 77 ára gamal norðmaður doyði í januar 2009 í Vanni-landslutinum, har norðuri á Sri Lanka, tí tað bleiv noktað honum at fáa heilsubót og atgongd til heilivág. Nú er hetta málið gjørt til spjótoddin í einum umfatandi málið, ið er latið norska ákærumyndugleikanum. Málið er søguligt, tí hetta er fyrstu fer at eitt løgreglumál er í Noregi har ein norskur ríkisborgari er raktur av einum brotsverki móti mannaættini. Fleiri rættarmál eru áveg móti politisku leiðsluni fyri at hava staðið á odda fyri hópdrápum av tamilum undir borgarakrígnum. Hetta eru bólkar av tamilum, ið hava funnið fram dømir um dráp á sivilar tamilar undir seinasta tíðarskeiðnum av borgarakrígnum í Sri Lanka. Landbúnaður. Landbúnaður er høvuðsvinna, og helvtin av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum. Gummi og te verða dyrkað í stórum lundum og flutt út, men mesta grøðin er kortini rís. Sri Lanka útførir t.d. gummi, rís, kryddaríir, kokusnøtir og te. Tedyrkan er stórídnaður í Sri Lanka. 30 % av útflutninginum í Sri Lanka er te. Seinastu árini hevur tevinnan fingið harða kapping úr londum, sum dyrkað bíligari, men vánaligari te. Mesta teið verða dyrkað í stórum lundum í hálendinum inni í landinum. Kaldari veðrið er, seinni veksur runnurin, og betri smakkar teið. Bara nýsprotnu bløðini verða hentað, og tey skulu virkast til te skjótast gjørligt, betri verður teið. Sri Lanka er kent fyri aðalseinar sínar, helst teir úr Ratnapura, "aðalsteinabýnum". Í fjøllunum við býin eru bæði rubinar, safirar, topasar, granatar og ametystar. Sri Lanka bæði flytur út aðalsteinar, sum teir eru, og gjørd vøkur prýði. Ferðavinnan er týdningarmikil í Sri Lanka. Tá ið borgarakríggið brast á, minkaði ferðavinnan heilt nógv, men nú veksur hon aftur. Fólkið. Tamilar, teir flestu eru hinduar, eru 20 % av fólkinum, og singalesar, teir flestu eru buddistar, eru 73,8 % av fólkinum. Átrúnaður. "Hevur religión týdning í gerandisdegi tínum". Henda spurning hevur Gallup sett í 138 ymiskum londum. Egyptaland er einasta land við 100 prosentum, meðan í Sri Lanka, Bangladesj, og Sameindu Arábisku Emiratunum er talið 99 prosent. Størsta buddistiska høgtíðin í Sri Lanka, "esala perahera", er í býnum Kandy í august mánaði. Tá fer skrúðgonga við vakurt prýddum fílum ígjøgnum gøturnar, á einum fíli er gullskrín, og í tí er heilaga tonnin í Budda. Allar aðrar dagar í árinum er hon í Tanntemplinum. Søgnin sigur, at tonnin varð bjargað, tá ið líkið av Budda varð brent á báli í 543 f. Kr. Skúlaskapur. Á Sri Lanka ganga øll børn í skúla frá tí, at tey eru 6 ár, til tey eru 14 ár. Tadsjikistan. Tadsjikistan (Тоҷикистон) er eitt lýðveldi í MiðAsia. Til 1991 var tað kent sum tað tadsjikiska sovjettiska sosialistiska lýðveldi. Tadsjikistan var einaferð partur av Samanidiska Ríkinum (819–999). Landið hevur mark við Afghanistan í suðri, Kina í eystri, Kirgisistan har norðuri og Usbekistan í vestri. Teir størstu býirnir eru høvuðsstaðurin Dusjanbe, og síðan Khujand og Kulob. Tadsjikistan er fjallaríkt land, sum ikki liggur út til nakað hav ella størri vatn. 90 % av landinum er fjallalendi. Tey flestu av íbúgvarunum hoyra til persiskt talandi Tadsjik etniska bólkin, sum hevur nógv í felag við Afganistan og Iran viðvíkjandi máli, mentan og søgu. Eftir at landið fekk fullveldi frá Sovjetsamveldinum herjaði borgarakríggj í landinum frá 1992 til 1997. Síðan borgarakríggið helt uppat og landið fekk hjálp uttanífrá er fíggjarligur vøkstur aftur at síggja. Serliga eru tað náttúru ríkidømi við bummull, aluminium og uranium, sum eru við til at skapa henda vøkstur. Tó eru bardagar aftur byrjaðir í juli 2012. Turkmenistan. Turkmenistan er eitt lýðveldi í Asia. Næstan 90 % av Turkmenistan er í stóru oyðimørkini Karakum (Svartasandi). Hitin fer javnan upp um 50 °C. Fram við suðurendanum í oyðimørkini er fruktagóður geiri, har bøndurnir m.a. velta bummull til útflutnings. Eftir tað, at Turkmenistan gjørdist frælst ríki í 1991, er russiskt ikki longur alment mál, nú er tað turkmenskt, og islam er aftur høvuðsátrúnaður. Landið er fátækt og avbyrgt frá umheiminum, men har er ógvuliga nógv gass. Turkmenska fólkið er víða um í Miðasia, og mong teirra liva sum flakkfólk. Men í Turkmenistan hava mangir turkmenar sett seg niður og liva sum bøndur og rossaalarar. Teir fara javnan á rossauppboðssølur og keypa og selja dýr at selja í grannalondunum. Turkmenar eru gitnir fyri at ala góð kappríðingarross, til dømis akhal-teke, eitt rossaslag, sum stendur seg væl í oyðimarkarlendi. Í 1948 oyðilegði harður jarðskjálvti lívliga handilsbýin Askjhabad. Býurin varð bygdur upp aftur av nýggjum og er nú høvuðsstaður í Turkmenistan. Askjhabad er miðdepil í matvøru-, silki-, knipplinga- og teppiídnaðinum í landinum. Longsta vatnveiting í heiminum er grivin eystan úr Amu-Darjaá og vestur til Asjkhabad, veitin er 1.100 km long. Karakumveitin verður eisini kallað "lívsins á", tí hon veitir vatn á stór turrlendi, har bummull og onnur grøði nú verður dyrkað. Hollywood. Hollywood er ein býlingur í Los Angeles, Kalifornia, sum var stovnaður í 1857. Tíðliga í 20. øld byrjaðu filmsfeløg úr New York og New Jersey at flyta til Kalifornia orsakað av tí sólríka veðurlagnum. Sjálvt um ravmagnið var uppfunnið, so gav tað ikki nóg mikið av ljósi til filmsupptøkurnar. Tann besta ljóskeldan var sólarljósið. Tað fyrsta filmsstudioið í Hollywood-økinum, stovnaði David Horsley í 1911, fyri Nestor Company. Sama ár fluttu fimtan onnur sjálvstøðug filmstudio til økið. Franklin D. Roosevelt. Franklin Delano Roosevelt (føddur 30. januar 1882 í New York – deyður 12. apríl 1945 í Georgia) var 32. forseti í Sambandsríki Amerika. Roosevelt varð afturvaldur í 1936, í 1940 og aftur í 1944. Roosecelt doyði 12. apríl 1945 í Georgia. Nakað eftir deyða hansara var tann reglan samtykt, at eingin forseti mátti sita longur enn tvey valskeið. Hetta varð gjørt til tess at tryggja, at eingin forseti gjørdist so sterkur, at hann fekk ov nógv vald á Kongressini og stakríkjamyndugleikunum. Roosevelt dugdi stak væl at nýta fjølmiðlarnar. Í tiltiknu røðum sínum kom hann á tal við meginpartin av amerikanska fólkinum, og tey stuðlaðu honum dyggiliga. New Deal-politikkur Roosevelts. Undir valstríðinum hevði hann nýtt rakstrarrópið "New Deal", t.v.s. at kortini skuldu gevast av nýggjum til tess at fáa USA búskaparliga aftur á føtur. "New Deal"-politikkur hansara eydnaðist bara fyri ein part, tí hann fekk ikki vent gongdini av álvara, men hann fekk gjørt tað, at kreppan ikki vaks. Tað var ikki fyrr enn ímóti endanum av 1930-árunum, at amerikanski búskapurin rættiliga fór í gongd aftur, og tá var tað hernaðardubbingin, ið beindi fyri arbeiðsloysinum. Hesi tiltøk gjørdu, at Rooseveltstjórnin kom í hornatøkur við amerikanska hægstarættin, sum í 1935 gjørdi úrskurð, ið segði, at fleiri av tiltøkunum hjá Rooseveltstjórnini vóru ikki í samstarvi við stýrisskipanina, men tá ið Roosevelt varð afturvaldur í 1936, fjaraði mótstøðan burtur. Grønoydlur. Grønoydlur (latín "Iguana") er ein ætt av edlum ið telur 13 sløg. Kris Kristofferson. Kristoffer "Kris" Kristofferson (* 22. juni 1936) er ein amerikanskur tónleikari, sjónleikari og sangskrivari. Hann er kendur fyri hitt sum "Me and Bobby McGee", "For the Good Times", "Sunday Mornin' Comin' Down", og "Help Me Make It Through the Night". Umframt at vera tónleikari og sangskrivari, hevur Kristofferson eisini fingist við sjónleik. Kris Kristofferson hevði konsert í Ítróttarhøllini á Hálsi tann 1. apríl 2007. Kristofferson var eisini í Føroyum í 2016 í samband við eina konsert í Norðurlandahúsinum 1. september. Kris Kristofferson er ákærdur fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya, tá ið hann kom til landið í august mánað 2016. Umframt at vera tónleikari og sangskrivari, hevur Kris Kristofferson eisini fingist við sjónleik. Hann hevur vunnið tríggjar Grammy Award, givið út 29 plátur, harav tríggjar saman við vinunum Johnny Cash, Willie Nelson og Waylon Jennings undir navninum "The Highwaymen". Kristofferson hevur brúkt 30 ár til at spæla konsertir kring allan heimin. Hann hevur spælt við í meira enn 70 filmum. Hann vann m.a. ein Golden Globe fyri "besti leikari" fyri sín leiklut í filminum “A Star Is Born”. Í 2013 sang hann duet við Hallur Joensen á fløguni hjá Hallur: Hallur with Stars and Legends. Lívssøga. thumb Kristofferson varð føddur í Brownsville í Texas inn í eina hernaðarfamilju. Tey fluttu til Kalifornia, har Kris las Creative Writing á fróðskaparsetrinum, Pomona College í Claremont. Í frítíðini boksaði hann í kappingum. Hansara evni á fróðskaparsetrinum vóru so eyðsýnd, at hann bleiv innlimaður í elsta og hægst metta studentafelagskapinum, Alpha Beta Phi, umframt at vann eitt av heimsins hægst virdu scholarships til at lesa bókmentur í Oxford í Onglandi. Har fór hann so at lesa víðari, boksa, spæla rubgy og skriva sangir. Eftir próvtøku á Oxford fór Kristofferson í herin sum ein "Airborne Ranger" tyrluskipari, har hann gjørdist kapteinur. Í 1965 segði hann nei takk til eitt arbeiði sum undirvísari á West Point hernaðarakademinum. Við íblástri frá sangskrivarum sum Willie Nelson og Johnny Cash fór Kristofferson ístaðin til Nashville í Tennessee at royna seg innan countrytónleikin. Eftir at hava strevast í fleiri ár í Nashville, fekk Kris stóra viðgongd í byrjanini av sjeytiárunum. Sangirnir “Me and Bobby McGee”, “Help Me Make It Through The Night”, “Sunday Morning Coming Down” og “For The Good Times”, sum allir lógu ovast á hittlistunum, vóru við til at endurskapa sjálvt sangskrivarakynstrið innan countrytónleikin. Í 1987 varð mett, at fleiri enn 450 listarfólk høvdu spælt inn løg, sum Kristofferson hevði skrivað. Umframt ein heilan hóp av ymsum heiðurslønum, so er Kris innlimaður í Country Music Hall of Fame, hann er vinnari av høgt virda Johny Mercer Award frá Songwriter Hall of Fame, eins og hann fekk “American Veteran of the year award” í 2002. Tá ið hann fylti 70 ár í 2006, tóku vinir hansara upp eina heiðursútgávu við sangum hjá honum. Luttakandi listafólkini taldu m.a. Wille Nelson, Russel Crowe, Emmylou Harris, Roseanne Cash og mong onnur. í 2009 fekk Kristofferson “Johnny Cash Visionary award” frá Country Music Television CMT, og somuleiðis í 2009 fekk hann Icon Award virðislønina frá BMI. Hann fekk Frances Preston Music Industry Award í 2012 og í 2014 fekk Kristofferson GRAMMY Lifetime Achievement Award, umframt PEN Song Lyrics of Litterary Excellence Award. Kris Kristofferson hevur leingi verið opin um sín tokka til kannabis. Robert Gates. Robert Michael Gates (føddur 25. september 1943 í Wichita, Kansas) er amerikanskur verjumálaráðharri. Hann umboðar republikanararnar. Gates hevur ætlanir um at leggja frá sær í 2011. Men fyrst ætlar hann at tryggja sær, at amerikanska afturtøkan úr Afganistan fer at eydnast, og tað fáa vit at síggja eina ferð næsta ár, sigur hann. Hann var eisini verjumálaráðharri í Bush-stjórnini. Hann sigur, at hann ætlar sær ikki at sita í ráðharraembætinum eftir 1. januar í 2012. Tað árið verður forsetaval í USA, og tað kann blíva trupult hjá stjórnini at finna ein góðan eftirmann í einum valári, sigur hann. Tí hevur hann gjørt av at fara frá í 2011. Gates var verjumálaráðharri í stjórnini hjá George W. Bush, forseta, og Barack Obama bað hann halda fram aftan á stjórnarskiftið, og tí tilboðnum tók hann av. Nýggi ovastin í verjumálaráðnum Pentagon verður núverandi CIA-leiðarin, Leon Panetta (D). Í hansara stað sum CIA-leiðari kemur generalurin David Petraeus, sum nú stendur á odda fyri teimum amerikonsku herdeildunum í Afganistan. Eins og Leon Panetta var Robert Gates leiðari í CIA, áðrenn hann bleiv verjumálaráðharri. Te-orrustan í Boston. Te-orrustan í Boston, 16. desember 1773 í Boston í Massachusetts. Eftir Sjeyárakríggið legði bretska stjórnin skatt á niðursetufólkini í USA, men tey mótmæltu, tí at tey høvdu eingi umboð í bretska tinginum. Í 1767 varð tollur lagdur á máling, papír, blýggj, glas og te, sum hjálondini fluttu inn. Tað elvdi til so stóra ónøgd í USA, at tollurin varð avtikin aftur, men ikki av teið. Niðursetufólkini hildu uppá, at bara teirra egnu myndugleikar høvdu rætt til at skatta tey. Umboðsmenn úr níggju hjálondum møttust og eggjaðu keypmonnunum til at gevast at handla við bretskari vøru. Í 1773 fóru niðursetumenn umborð á skip fermd við teið og tveittu farmin fyri borð. Trý lið mannað við 50 monnum ílatnir sum indiánar, gingu fram við nógvum eldhugaðum viðhaldsfólkum á veg umborð á teskipini, har teir tveittu farmin í havið. Fólk í øðrum stórbýum í USA, gjørdi sum í Boston, og hildu eisini sínar "tesamkomur". Bretar stongdu havnina í Boston og avmarkaðu hjálandamyndugleikan. Niðursetumenninir stovnaðu eitt ting og skrivaðu eina yvirlýsing um rættindi síni. Í 1775 brast kríggj á, tá ið niðursetumenn og bresk herlið brustu saman við Lexington, Massachusetts. Midwayoyggjar. Midwayoyggjar (28.12° norðurbreidd, 177.22° vesturlongd) (á hawaiianskum Pihemanu Kauihelani) er ein oyggjabólkur sum hoyrir til USA. Oyggjarnar eita Midway Islands á enskum. Midway er m.a. gitin frá Seinna heimskríggi. Har verpur eitt slag av albatrossi, sum á enskum eitur "Laysan Albatross". Landalæra. Oyggin Midway liggur mitt í norðara Kyrrahavinum, og var funnin so seint sum í 1859. Midwayoyggjar er ein oyggjabólkur, sum liggur í Kyrrahavinum millum Hawaii og Wake. Bardagin við Midway. 4. juni í 1942 loypa japanar á Midway. Japan hevði ikki sent USA krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á Midway, sum kanska var týdningarmesta herflotahavnin hjá USA í Kyrrahavinum. Amerikonsk stríðsflogfør við torpedobumbum søktu japonsk skip. Sandferføtla. Sandferføtla ella Sandoydla (danskt Markfirben) (frøðiheiti - "Lacerta agilis"), er ein ferføtla ið m.a. livir í Danmark. Jim Reeves. James Travis Reeves (føddur 20. august í 1923, deyður 31. juli í 1964) var ein sangari, sangskrivari og tónleikari frá Galloway í Texas, USA. Hann var føddur í bygdini Galloway í Texas. Foreldrini vóru Tom Reeves og Mary Adams Reeves. Reeves var ikki meira enn ársgamal, tá pápin doyði í 1924. Jim Reeves fekk sín fyrsta gittar sum 5 ára gamal. Tá ið hann var tólv ára gamal, luttók hann fyri fyrstu ferð í einum útvarpsshow, tað hendi í Shreveport, Louisiana. Hann spældi baseball sum ungur. Hann fekk eitt lestrarpláss (legat) og fór at lesa taliteknikk og drama, men hann gavst eftir 6 vikum og fór at arbeiða á einari skipasmiðju í Houston. Hann fór aftur at spæla baseball sum hálvprofessionellur. Reeves-slektin kom upprunaliga úr Írlandi. Tá ið hann spældi á konsertum, kom tað ofta fyri, at hann spældi "Danny Boy". Tann fyrsta singulin, sum hann spældi inn, var "Mexican Joe" (1953). Hann fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við sanginum "He'll Have to Go", ið Joe Allison gjørdi lagið til. Sangurin gjørdist ein stór sukse bæði á popp- og country-hittlistum, og sangurin seldi til eina platinplátu. Sangurin varð útgivin seint í 1959 og gjørdist nummar eitt á Hot Country Songs hittlistanum hjá "Billboard magazine hin 8. februar 1960, har hann lá í 14 vikur út í eitt. Fyrst í 1960-árunum var Reeves kendari í Suðurafrika enn Elvis Presley var, hann upptók fleiri útgávur á afrikaans. Hann var á tónleikatúri í Suðurafrika og seinni eisini í Evropa. Reeves spældi til konsert í ítróttarhøllini Njårdhallen, Oslo, hin 16. apríl 1964 saman við Bobby Bare, Chet Atkins, Blue Boys og Anita Kerr Singers. Tey spældu á tveimum konsertum, NRK tók ein part av tí seinnu konsertini upp á video. Hansara fyrsta sukse í Noregi var sangurin "He'll Have to Go", ið lá sum nummar eitt á Top-10 hittlistanum í Noregi og lá á tí sama hittlistanum í 29 vikur. "I Love You Because" gjørdist hansara størsta sukse í Noregi og lá sum nummar eitt á hittlistanum í 1964 og lá á hittlistanum í 39 vikur. Plátur hansara lógu á norska topp-20 hittlilstanum í 696 vikur, og tað gjørdi hann til best umtókta tónleikaran yvirhøvur í tónleikasøguni í Noregi. Jim Reeves var eisini sera væl dámdur í Føroyum. Føroyskir sjómenn, ið fiskaðu við New Foundland, keyptu plátur hansara har og soleiðis komu nógvar plátur av Jim Reeves til Føroya. Aftaná "Welcome to my world" frá 1964, komu "Rosa Rio" og "I Love You Because". Tað seinasta, ið hann tók upp fyri RCA, var "Make the World Go Away", "Missing You", og "Is It Really Over?" Hann giftist við Mary Elizabeth White í 1947 í Tennessee. Tey fingu ongi børn. Jim Reeves doyði í flogvanlukku 31. juli 1964 í Tennessee. Nashville. Nashville er høvuðsstaður í amerikanska lutstatinum Tennessee. Býurin, sum liggur næstan miðskeiðis í Tennessee, hevði í 2019 um leið 694 túsund íbúgvar. Hervið er hann størsti býur í lutstatinum, beint framman fyri Memphis. Áin Cumberland River rennur tætt fram við miðbýnum. Mentan. Nashville er country-høvuðsstaður í USA Fleiri føroyingar hava verið í Nashville og spælt inn tónleik, eitt nú country-sangarin Hallur Joensen. Esterarbók. Esterarbókin ber navn eftir høvuðsfólkinum, einari jødagentu, sum æt Hádassa, á persiskum Ester. Hon gjørdist drotning í Persalandi og fekk stóran týdning fyri fólk sítt, tá ið illa stóð til. Í hebráisku Bíbliuni stendur Esterbók ímillum hátíðarrullarnar. Bókin varð upplistin á purimhátíðini, sum upprunin sigur frá. Esterarbók er ikki uppi í heildarsøguverkinum, sum eru Krýnikubøkurnar, Nehemiabók og Ezrabók. Men í Septuaginta var hon sett beint eftir Nehemia, tí hon viðger næstan somu tíð. Jeremiabók. Í Jeremiabók (hebráiskt: ספר יִרְמְיָהוּ) eru flættaðir stubbar um lív profetsins við frásøgnum um boðán hansara. Jeremia stígur fram ímóti endanum á søga Júda ríkis. Hann var sonur Hilkia prest í Ánatot norðan fyri Jerúsalem. Longu í móðurlívi var hann ætlaður at verða profetur, og kallið hevði hann fingið, meðan hann enn var ungur. Hann var profetur í eini fimmti ár, og hann livdi í eini harðrendari broytingartíð, tá ið nýbábyloniska heimsveldið hótta Júdaríki. Innihaldið í Jeremiabók er í stórum tíðarskipað. Jeremia. Jeremia (hebráiskt: יִרְמְיָה) (føddur 655 f.Kr, deyður 586 f.Kr.), sum er nevndur í Gamla Testamenti, var profetur í Ísrael. Í Jeremiabókini eru nógvar upplýsingar um profetin sjálvur, ikki bara um hansara vanligu lívssøgu, men eisini um sálartrega hansara. Hann verður nevndur táraprofeturin, líðingarprofeturin og pínslarváttarprofeturin. Ta ferðina Jeremia varð kallaður til profet, royndi hann at bera seg undan kallinum. Tað var ein ógvuliga tung uppgáva, løgd varð honum á herðar. Hann skuldi boða komandi dómin. Tað var alsamt aðaltátturin í boðan hansara, og tað hevði við sær, at tað ørkymlaði og østi áhoyrararnar. Tað sannaði hann eisini. Mótstøðu frá gomlu vinum sínum, frá starvsbrøðrum sínum, frá fólkinum sum heild og frá valdsharrunum. Ellis Island. Ellis Island er ein hólmur í New York munnanum. Hesin hólmur var eftirlitsstøð fyri innflytarar og var tíðum tað fyrsta, teir sóu, tá ið teir komu til Amerika. Oyggin liggur 1.7 kilometrar úr New York City og grannaoyggin Liberty Island liggur ein kilometur sunnari. Onki fólk býr á hesum báðum oyggjum. Ellis Island er 11,1 hektarar til støddar. Hon er nakað størri enn Gáshólmur, sum er 10 ha. Mong fólk koma higar at vitja. Í 2008 hava verið 3.555.244 milliónir vitjandi. Gott ferðasamband er av Manhattan. Móti. a> var hesin løgni kjóli, sum bólgnaði í neðra aftanfyri, væl umtóktur konufólkamóti. Móti er klædnastílur, litur og snið á nýggjum klæðum, og mótin broytist støðugt. Í til dømis París og New York eru mótahús, sum skipa fyri nýggjum móta, t.d. tvær ferðir um árið (vár- og summarmóti og heyst- og vetrarmóti). Klæðini eru broytt við tíðini, bæði tilfar og snið. Fyrstu klæði vóru úr djóraskinni og skuldu verja fyri kulda og vætu. Klæði skulu enn líva fyri veðri, men samfelag og móti gera av, hvussu tey skulu vera. Fyrst í 14. øld fóru tey í Evropa at gera klæði, sum sótu væl á kroppinum. Í 16. øld vórðu stívarar settir í konufólkakjólar. Hetta var móti til síðst í 19. øld. Í 1920-árunum broyttist mótin nógv - skjúrtini styttust fyri fyrstu ferð. Upprunaliga skuldi mótin bera boð um, at fólk vóru væl fyri. Vóru nýmótans klæði dýr, kundu rík fólk vísa, at tey høvdu ráð at keypa nýmótans klæði. Tá ið konufólk høvdu fá rættindi, vóru mótaklæði so trong, at trupult var at røra seg í teimum. Við øktum rættindum broyttust klæðini, so konufólk fingu rørt seg meira ótálmað. Til dømis gjørdust langbuksur nýmótans. Onkur átrúnaður fyrisetur enn, hvussu fólk skulu verða ílatin. Islam ásetur til dømis, at konufólk skulu vera sømiliga ílatin, tá ið tey fara út. Í øldir er mótin broyttur eftir broyttum lívshátti. Føroyskur móti. Føroyskir mótaskaparar eru gitnir fyri hendig og vøkur klæði. Faroese Fashion er føroyskt mótavirki, stovnað í 1982. Fyritøkan hevur deildir í mongum londum í Norðurevropa. Faroese Fashion sniðgevir og framleiðir klæðir úr føroyskum tilfarið. Rannvá í Baianstovu stendur fyri sniðgevingini og hevur arbeitt við ullint pløgg síðan 1962. Klæðini hjá Faroese Fashion vera gjørd eftir máti til tann einstaka, men tað ber eisini til at ogna sær klæðir eftir standard máti. Faroese Fashion er sniðgeving í ull. Eisini úr stóra útheiminum, eitt nú USA, fær Faroese Fashion fyrispurningar. Prinsessa Alexandra ber eisini búna frá Faroe Fashion. Ranvá í Baianstovu hevur gjørt bundin pløgg úr føroyskari ull síðan 1982 og haft framsýningar millum annað í Norðlandahúsinum í Tórshavn. Fashion Faroe, sum sniðið eitur, verður selt í Føroyum, Íslandi og Danmark. Í døgunum 18. - 20. november 2010 var Faroe Islands Designer Showcase í London. Uttanríkisráðið skipaði fyri hesum tiltaki, sum var hildið í einum mótahandli í Soho í Westminster. Í tveir dagar tóku tær móti bretskum fjølmiðlum og innkeyparum. Sera nógv kom burturúr og enntá blaðið Vogue kom ein túr forbí. Amerikanskur móti. Snøggastu klæði gera mótaskaparar. Handilshús teirra eita mótahús, og í New York City eru mong. Fólk, ílatin í nýggjastu móta, sýna fram klæði í mótaframsýningum. Í 1960-árunum gjørdist ungfólkið í Amerika meira sjálvstøðugt. Stuttskjúrtið hjá konufólki varð tekin um lívsfrælsið. Fyrst í 1990-árunum varð aftur móti at ganga í stuttskúrti. Best umtóktu dansir í 1920- og 1930-árunum, til dømis "charleston", ávirkaðu eisini konufólkamótan í USA. Cowboybuksur. Um 1850 heitti ein gullgravari í Norðurkalifornia á Levi Strauss (1829 - 1902) og bað hann seyma sær haldgóðar buksur, tí ullintu brøkurnar slitust so skjótt. Úrslitið varð fyrstu cowboybuksur, úr denim, sum er sterkt bumullartilfar. Buksurnar vórðu litaðar bláar við litevni úr náttúruni, "blue indigo". Tær vóru bíligar, haldgóðar og lættar at vaska. Fyrstu Levis-lýsingarnar vistu, hvussu haldgóð klæðini vóru. Danskur móti. Danmark hevur stóran klædnaútflutning. Í "Danmarks Designskole" í Keypmannahavn og "Kunsthåndværkerskolen" í Kolding fáa fólk útbúgving sum klædnaskaparar. Tey læra at skapa, tekna og gera klæði. Danin, Erik Mortensen, gjørdi í mong ár vøkur klæði fyri mótahúsið Balmain í París. Djóralívið í USA. Djóralívið í USA er bæði áhugavert og sermerkt. Har eru til dømis búffil, úlvur og kongaørn. Stórir partar av vakrastu og stórslignastu náttúruni í USA eru varðveittir. Í USA eru fleiri enn 6 770 (í 2011) tjóðgarðar ella friðlendi, sum tilsamans eru meira enn 2 607 131 km2 til støddar. Uppi í hesum eru t.d. Everglades National Park í Florida og Grand Canyon National Park í Arizona. Fyrsti tjóðargarðurin var Yellowstone National Park í Wyoming, hann varð latin upp í 1872. Vesturríkini. Í Nevada eru 23 ymisk sløg av sporðdrekum. a>, sum kemur niðan í áirnar at gyta. Myndin er tikin í Alaska. Ómildar og turrar oyðimerkur, til dømis Death Valley, eru í útsynningspartinum. Eins og flestu plantuátarar í oyðimørkum, heldur lagdhalakanin til í urðum ella í nánd av runnum, so hon skjótt fær leitað sær skjól, er vandi á ferð. Stutti halin líkist hvítum ullarlagdi. Helsuteðlan etur aðrar eðlur og skordjór. Hon verður í mesta lagi hálvan metur long. Stórur súlnakaktus veksur mest í Arizona. Hann veksur seint, og kann gerast 14 m høgur. Tær hvítu blómurnar draga ymisk skordjór at sær, til dømis svalufirvald. Helsioydlan, sum livir í oyðimørkunum í útsynningspartinum í USA, krógvar seg undir steinum um náttina og kemur fram um morgunin at verma seg í sólini. Nógv oyðimarkardjór sova alla ta turru, heitu árstíðina, so tey kornast undan tí ovurhonds hitanum. Hetta nevnist summardvali. Nógv djór, til dømis froskar, eðlur, skordjór og sniglar, liggja í summardvala í oyðimørkini í USA. Áðrenn sniglar fara í summardvala, leggja teir slím fyri gágguna, slímið harðnar í sólini. Amerikanska puman er av kattaættini. Puman trívist í tjúkkum skógi eins væl og í hálvgum oyðimørk. Kalldjórið kann vera 1,8 m langt og viga eini 100 kg. Helst um náttina reikar puman um á veiðiferð. Djórini, hon tekur, eru ymisk til støddar, eitt nú hara, rotta og hjørtur. Fyrr jagstraðu og skutu teir pumuna, tí hon av og á tók djór frá bondunum. Skógarbjørnin í USA verður eisini nevnd grizzlybjørn ella kodiakbjørn. Grizzlybjørnin livir í til dømis Alaska, Montana og Washington. Hon etur nógv ymist, til dømis plantusprotar um várið og fruktir um heystið, men eisini djór og hunang. Kvenndjórið leggur tveir ella tríggjar ungar í vetrarhíðnum. Einasti fíggindi hjá stóru grizzlybjørnini er menniskjan. Svartabjørn er vanligari at síggja. Svartabjørn (baribalbjørn) heldur eisini til í skógum og friðaðum økjum í USA. Allar eru ikki svartar, summar eru myrkamorreyðar ella reyðmorreyðar. Svartabjørn dugir væl at klintra í trøum og er kvik á føti, kann renna 40 km um tíman. Í t.d. Montana, Idaho og Oregon heldur svartabjørnin til. Labbarnir eru stórir, breiðir og førligir. Hon hevur stórar kløur. Í Nevada eru nógv eiturdjór, til dømis slangur og sporðdrekar. Oyðimarkarsporðdrekin tekur skordjór og maðkar, hann tekur tey við klónum. Eiturkrókin brúkar hann mest til verju. Nógv eiturdjór liva í stóru oyðimørkunum inni í statinum. Alaska. Djóralívið í Alaska er ógvuliga ríkt og fjølbroytt. Í Norðuralaska eru arktisku oyggjarnar altíð undir kava og ísi. Reindjór skava í kavanum eftir skón og mosa. Elgurin heldur til í stórum skógum í Suðuralaska. Um summarið, tá ið ísurin tánar á vøtnum og í áum, fer elgurin úti at eta vatnplantur. Um veturin etur hann knubbar og smáar greinar á trøum og runnum. Elgur reikar helst einsamallur, tó ikki í brundtíðini. Fleiri enn 25 000 krabbasløg eru í Alaska. Miðríkini. Preriuhundar og jarðíkornar liva t.d. í Nebraska. Heimsins størstu grasfløtur eru preriurnar í Dakota, Iowa, Kansas, Nebraska og Oklahoma. Á grasfløtunum halda nógv djórasløg til. Ongsprettur, termittir og meyrur, ið fjala seg í grasinum, eru góð føði til dømis hjá meyruátarum og beltisdjórum. Gnagdjór grava holur á øllum grasfløtum. Meginparturin av teim stóru grasfløtunum, preriunum, sum vóru í Miðvestri í USA, eru nú lagdar undir plógv. Tó hava fleiri djórasløg staðið seg, helst gnagarar, til dømis jarðaríkornin. Djórini grava longur holur í jørðini og loysa moldina, so væta og føðsluevni seta ígjøgnum hana. Jarðaríkornin heldur saman í smáum flokkum. Slættahundar verða teir eisini nevndir, tí tað letur í teimum, sum tá ið hundahvølpur goyr. Í hvørjum flokki er eittans kalldjór, nøkur kvenndjór og so ungarnir. Flokkarnir eru so aftur skipaðir í heilt stórar flokkar. Undir svørðinum á lendi, ið er kanska 40 ha til støddar, kunnu á allari støddina vera samfestar, íbundnar holur, har jarðaríkornin heldur til í hundraðtali. Amerikanski preriuúlvurin er í ætt við sjakal, úlv og taman hund. Sum flestu hundar gongur úlvatíkin í 9 vikur og leggur einar fimm hvølpar. Teir súgva tíkina fyrstu sjey vikurnar, men bara fýra vikur gamlir eta teir eisini hálvsodnaða føði, sum foreldrini klíggja upp aftur til teirra. Preriuúlvurin og tíkin halda saman alt lívið og liva saman við hvølpunum í ættflokkum. Preriuúlvstíkin leggur vanliga eina ferð um árið. Í teimum ógvuliga stóru nálaskógunum norðanfyri er summarið stutt og veturin langur og kaldur. Um heystið legst bjørnin í híð, og har verður hon liggjandi, til lýðkan kemur várið eftir. Summi djór hava drigið sær mat saman, sum tey eta um veturin. Flytifuglurin fer suðureftir. Reindjór og elgur søkja sær lívd í skógunum og skava í kavanum eftir skón og mosa, meðan tey vara seg fyri úlvinum. Um várið kemur flytifuglurin aftur, firvaldarnir flákra ímillum greinarnar, og hjørturin bítur nýsprotnu nálirnar av trøunum. Preriuuglan er vanlig allan vegin norðan av grasfløtunum í USA og suður á grasfløturnar. Ofta ger hon sær reiður í holum, sum viskakur eru rýmdar úr. Preriuuglan tekur skordjór, læming, kanin, dunnu, mýs, fugl, eðlu, slangu og ongsprettu. Steggin er vanliga hvítur ella sjómutur. Bøgan er størri og meira ríput. Hetta slagið er í skógunum í t.d. Michigan, Wisconsin og Dakota. Neyt - búflar, oksar, kýr - eru ein tann fjølmentasti alidjórabólkurin í t.d. Texas. Fyrr vórðu neytini mest spent fyri amboð, men nú verða tey mest ald fyri kjøtið og mjólkina. Eysturríkini. Tað eru 18 sløg av hálvbjarnum, m.a. "tváttarbjørn". Øll sløgini eru í USA. Tær eru skjótar og fimar og mest frammi um náttina. Tá leita tær í ruskdungum eftir føði, taka grøði av bóndagørðum og smáfenað. Norðuramerikanskt puntsvín etur børk og nálir av barviði. Puntsvínið dugir væl at kliva í trøunum. Um summarið er tað heldur niðri á sløttunum og etur plantuleggir, fruktir og fræ. Longu tindarnir á bakinum verja væl. Tó at puntsvín líkist vanliga tindasvíninum, eru djórini bæði ikki í ætt. Nú er stórur partur av skóginum høgdur, men enn eru bjørn, úlvur og geypa í hesum fyrndarskógi. Stinkdjór (skunkar) halda til í skógum í USA. 13 stinkdjórasløg eru. Tey eta egg, smádjór og fruktir. Í vátlendinum í landsynningspartinum í USA eru stórir mýrar, blotar og vøtn. Amerikanski alligatorurin livir í mýrunum og áunum í t.d. Alabama, Louisiana, Georgia og Florida. Hann kann gerast 3,6 m langur. Her er eisini froskar, fiskur, paddur, skjaldbøkur og skriðdjór. Høsnaslagið "reyð rhode island" eitur eftir statinum Rhode Island. Tær verpa væl og smakka frálíka væl. .lu. .lu er økisnavn hjá Luksemburg. Iqaluit. Iqaluit (úttala:, inuktitut: ᐃᖃᓗᐃᑦ) er ein býur í norðara parti av Kanada. Navnið á býnum kemur av inuit-málinum og merkir "Staður við nógvum fiski". Áðrenn 1987 var býurin kendur sum "Frobisher Bay". Iqaluit er høvuðsstaðurin og størsti býurin í tí kanadiska meginøkinum Nunavut. Iqaluit liggur við víkina Frobisher Bay, sunnarumegin á oynni Baffinsland. Í 2016 búðu 7.082 fólk í Iqaluit. Býurin varð fyrstu ferð bygdur í 1942, tá hann var stovnaður sum amerikonsk flogbasa. Flogvøllurin, sum nú verður nevndur "Iqaluit Airport", liggur í ein útnyrðing stutt frá miðbýnum. Iqaluit hevur verið høvuðsstaður í økinum Nuvanut síðan meginøkið var sett á stovn í 1999. Býurin er eitt nú kendur fyri lærda háskúlan: "Nunavut Arctic College". .ca. .ca er økisnavn hjá Kanada. Amerikonsk landafrøði. USA er merkt við grønum. Sambandsríki Amerika ella USA er triðstørsta land í heiminum. Tað er tveir fimtingur av norðuramerikanska meginlandinum, 9 tíðarsonur eru, og landið er skift sundur í 50 statir. Fimmti ríki eru í sambandsríkjunum, tá eru Alaska, ið fer langt norður um pólkring, og Hawaii, langt vesturi í Kyrrahavi, við. Tveir stórir fjallaryggir eru, Appalachiafjøll eystantil og Klettafjøll vestantil; stórur partur av landslagnum eru víðar grasfløtur. Í so stórum landi sum USA er stórur munur á veðurlagnum. Í Norðuralaska er tað kaldasta, ið veðurfrøðingar hava mált, heilt niður á -62,2 °C (-80°F), meðan tað hinvegin í Death Valley, Kalifornia er mált upp á 56,7 °C (134 °F), ið er tann næsthægsta hitamáting í øllum heiminum. Í USA er yvirhøvur landveðurlag, t.d. í norðara parti av landinum temprað, í sunnara subtropiskt. Tað, at fjallagarðarnir ganga norður og suður fram við vestur- og eysturstrondini, hevur stóra ávirkan á veðurlagið. Markið ímillum USA og Kanada er heimsins longsta landamark. Hvar. USA er stórur partur á norðuramerikanska meginlandinum. USA er vestan úr Atlantshavi, eystur í Kyrrahav, norðan úr Meksiko og suður úr Kanada. Tilsamans er USA 9,8 mió km² stórt, 7024 ferðir størri enn Føroyar. Í stuttum um USA. a> er størsta oyggj í USA. Oyggin er 10,432.5 ferkilometrar til støddar. Sundurbýti. Landið er býtt í 50 statir, eindardistriktið Washington DC (sum eisini er høvuðsstaður) og fleiri partar handan hav. Av teimum er oyggin Puerto Riko í Karibiahavinum størsti parturin og har tað búgva flest fólk. Aðrar oyggjar, sum USA eigur, eru til dømis Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Amerikanska Sámoa, Guam, Norðurmarianoyggjar, Midwayoyggjar og nógvar oyggjar við ongum fólki (til dømis Palmyraoy, Johnstonoy, Bakeroy, Wakeoy, Howlandoy, v.fl.). Á mongum oyggjum eru amerikanskar hernaðarstøðir. Síðani 1898 hevur USA havt eina stóra marinustøð á Kuba - Guantánamoflógvi. Guantánamoflógvin hevur serligan leiklut og verður stýrdur av amerikonsku verjuni. Fjøllini. Størstu fjallaryggirnir í USA, kavataktu Klettafjøll og skógarklæddu Appalachiafjøll, eru ólíkir í útsjónd og í skapi. Atvoldin til tað er aldur. Klettafjøll eru ung fjøll, sum enn ikki eru brýnd niður og broytt í skapi. Appalachiafjøll eru ímillum elstu fjøll í heiminum, og vindur, regn og skriðísur í farnum ístíðum hava brýnt tey niður. Býir. "Sjá eisini listi yvir amerikanskar býir eftir íbúgvatali" Heili 82 % av fólkinum búgva í býum, og USA verður eisini mett at vera eitt tað mest urbaniseraða landið í heiminum. New York City í New York er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað Los Angeles í Kalifornia og Chicago í Illinois. Vesturríkini. Fram við vesturstrondini nakað langt suður er lýtt veður og nógv avfall. Orsøkin til hetta er vesturættin, sum liggur inn úr tí flógva japanska streyminum, sum rekur norðan við landinum. Landslagið og veðurlagið í vesturríkjunum í USA eru ógvuliga skiftandi. Ísur og kavi í Alaska og Colorado, oyðimørk í Nevada og Arizona og lýsbeltisveðurlag í Hawaii og Guam. Í Kyrrahavsstrondini flyta stórbýir sum Seattle, Portland og San Francisco út fisk, frukt og við um allan heim. Fyri vestan er eisini Hollywood, háborgin hjá filmídnaðinum, og Silicon Valley í Norðurkalifornia, sum er miðdepil fyri hátøkniligari teldumenning. Sun Valley í Idaho, har tú kanst sóla tær um summarið og standa á skíðum um veturin, er ein av kendastu frítíðarstaðunum í USA. Klettafjøll eru ein fjallarøð í Vesturamerika sum røkkur frá Kanada til New Mexico. Landslagið í Klettafjøllum er sera vakurt, og summastaðni hava teir friðað stórar víddir, so har má ikki mannahond koma at. Á hesum friðaða landi gongur nøgd av dýrum, sym sjálvsagt eisini eru friðað. Har eru t.d. bævrar, bjarnir, visundar, v.f. Her kanst tú síggja brøtt fjøll, gjáir, grønar líðir, dimmar, vøkur vatn, risatrø, heitar goskeldur og ikki at gloyma, bjarnir og visundar. Fleiri stórar áir renna gjøgnum hálendið, og tær hava ofta skorið seg langt niður, so tær nú renna í djúpum gjáum. Ein av teimum, Koloradogjógv í Arisona, "Grand Canyon", er 1.800 m. djúp. Henda gjógv er so vøkur, at nøgd av fólki á hvørjum ári leitar vestur hagar at síggja hana, grótið í gjáarbakkunum er reytt og violett á liti. Einastaðni, har gjógvin er heldur smøl, "Columbia", er nú avbyrgd, og úr henni verður vatn veitt til eina líka stóra landvídd. Fleiristaðni vestan fyri fjøllini eru stórar háfløtur. Summar av fløtunum liggja sum hagi, og har ganga stór fylgi av neyti og seyði. Men har eru eisini stór strekki, sum eru uppdyrkað, til dømis rundan um býin Salt Lake City í Utah. Í Nevada, Arisona og Nýmeksiko er steikjandi heitt, og har eru stór strekki, ið liggja sum oyðimerkur. Jarnbreytirnar eru bæði nógvar og langar. Í seinastu árunum eru nógvar nýggjar jarnbreytir lagdar og vegir gjørdir. Alaska. Alaska, sum USA keypti frá Russlandi í 1867, er stórt land, dupult so stórt sum Skandinavia tilsamans. Tað mesta av tí er fjallalendi, og har er hægsta fjallið í Norðuramerika, Mount Mac Kinley, 6187 m. Í Alaska tíðnar kavin ógvuliga seint, har er frost einar 8 mánaðir av árinum, og jørðin er altíð botnfryst. Har er ógvuliga kalt um vetrarnar, -62°C (−80 °F) hava tey mált, og har legst øgiligur kavi niður. Fram við Íshavinum eru sum í Kanada frystar mýrar, og sunnari vaksa skógir, ið eru so stórir, at teir tykjast ongan enda at taka. Har høgga teir nakað av viði. Hawaii. Hawaii liggur í Kyrrahavinum. Oyggjarnar eru 20 í tali, men bara sjey eru bygdar. Átta tær størstu oyggjarnar í Hawaii eru einar 4.000 km í ein útsynning úr San Francisco, Kalifornia. Tann størsta oyggin eitur Hawaii, og høvuðsstaðurin eitur Honolulu. Hawaiioyggjar hava tropiskt veðurlag, og helmingurin av oyggjunum er skógvaksin. Hawaiioyggjar eru stutt norðan fyri ekvator (miðkring), og tí kundu vit hildið, at veðurlagið var heitt og kvalið; men so er ikki. Tað finst valla fagrari og frískligari veðurlag, tí havvindarnir svala so væl, so at sumrini eru ikki heitari enn tey við Miðjarðarhavið og vetrarnir nakað sum summar í Norðurtýsklandi. Tað lýggja veðurlagið á Hawaii og fram við Kyrrahavinum ger eisini, at nógv fólk allastaðni úr USA leitar hagar. Miðríkini. Miðskeiðis í USA og Kanada eru Stóru Grasfløturnar (enskt "Great Plains") ella prerian, sum lendið eisini verður kallað. Á hesum óføra víða lendið er heitt og turt um summarið og kuldi og kavi um veturin. Trø vaksa bara við áir og vøtn. Fyrr, tá ið fløturnar vóru albeittar við síðum grasi, gingu fleiri milliónir visundar har. Nú eru fløturnar veltar. Mesta grøðin er hveiti og mais. Miðríkini í USA eru best kend fyri cowboylívið og stórar neytagarðar, men har er eisini besta kornlendið í USA og nógv stór oljureinsiverk. Her eru høg fjøll, fruktagóðar fløtur, og her renna Mississippi og allar áirnar, sum renna í hana. Í Texas og Oklahoma er nógv olja og gass, og í Wyoming og Montana er nógv kol. Í Klettafjøllum eru stórir tjóðargarðar, til dømis Yellowstone National Park og Glacier National Park, og í fjøllunum eru mong steinsløg. Veðurlagið í miðríkjunum skiftir við árstíðunum; kalt um veturin og brennandi heitt um summarið, og har eru javnan melduródnir og heglingsstormar. Á markinum ímillum Kanada og USA eru eisini Stóruvøtn (enskt "Great Lakes"). Hesi vøtn rúma um fimtingin av øllum vatni í heiminum. Í Niagaraá, sum rennur úr Erievatni í Ontariovatn, eru hinir viðgitnu Niagarafossar (enskt "Niagara Falls"). Um veturin er ættin inni í landinum mest útnyrðingur og norðan. Tær koma norðan úr kuldanum í Kanada, og hava bæði nógvan kulda og kava við sær. Av tí at eingi fjøll eru at líva, strúka tær líka suður móti Meksikohavi, soleiðis, at har sum annars er heitt veðurlag, kann tó vera frost viðhvørt. Í Texas er turt, og har eru ógvuliga stórir neytagarðar. Suðuri við strondina og nakað norður regnar, og har dyrka teir hveiti, mais, rís og bummull. Summarið er heitt inni í landinum. Ofta kann tað henda, at slavin, heitt luft úr Meksikohavi rekur langt norður í landið, tá kann køld luft norðanífrá møta henni, og hetta ger, at tað verður skaðastormar og grimdarregn. ´ Eysturríkini. Góðar havnir, fruktagóð jørð og nógv ráevni hava gjørt, eysturríkini er eitt hitt fjølbygdasta í landinum. Tað var á eysturstrondina, at niðursetufólkini úr Evropa komu í 16. øld. Nú eru nakrir av størstu býunum í landinum her, m.a. New York City og Washington DC, umframt teir áður so týdningarmiklu ídnaðardeplarnir Chicago, Detroit og Cleveland við Stóruvøtn. Norðari partur av eysturstrondini líkist nógv aftur í landslagið í Vesturevropa. Har eru heilt djúpir áarósar sum firðir. Nakað inn í landinum er víðført fjallalendi, Appalakka- og Alleghenyfjøll. Hesi fjøllini eru fyri tað mesta skógvaksin, og har vaksa mong ymisk træsløg. Vestan fyri Appalakafjøllini tekur Mississippifløtan við. Alt tað strekki, frá fjøllunum og vestur móti ánni, var skógvaksið, tá ið teir evropeisku komu. So stórir eru hesir skógir, at hóast amerikanar høgga nógvan við har norðuri, kanst tú ganga í skógunum í dagavís og ikki hoyra mannamál. Í skógunum liva mong villini dýr, sum eru sjáldsom í Evropa nú. Har eru til dømis elgsdýr, hermalín, íkorn, úlvar, villsvín, bjarnir og ikki sørt av bevarum. Áirnar. Mississippi er, tá ið greinin Missouri verður uppíroknað, longsta á í heiminum, 7.000 km. Missouriá kemur heilt vestan úr Klettafjøllum. Um várarnar, tá ið tað fer at toya í fjøllunum, er ofta so nógv vatn í henni, at áin tekur ikki ímóti, men fer yvir bakkarnar og ger stóran skaða. Til at forða fyri hesum hava teir nú grivið fleiri stórar gryvjur frá ánni og gjørt byrgingar í støðum. Ein onnur grein á Mississippi er Ohio, sum kemur eystanífrá, hon førir eisini heilt nógv vatn við sær. Í hesa á rennur aftur ein á, sum eitur Tennessee. Tennessee kemur úr Appalachiafjøllum. Í brekkunum, har hon rennur, vuksu fyrr stórir skógir, men bøndurnir høgdu teir niður, og hetta vísti seg at vera skeivt. Tá ið grovt regn var í brekkunum og fjøllunum, rann tað nógva vatnið, sum trærøturnar tóku til sín, oman á bøin og tók moldina við sær út í tær stóru áirnar. Tá hækkaði vatnflóðin og floymdi inn yvir landið. Helst Tennessee gjørdi ofta ógvuliga stóran skaða um seg, tók bæði sethús og fólk og fæ við sær, og bøurin gryntist ár undan ári, so nógvir bøndur noyddust at rýma av gørðunum, og teir, sum eftir vóru, gjørdust fátækari og fátækari. Og aftur at øllum hesum kom tað, at tann mýggjabitin, um er orsøk í malariusjúkini, treivst væl í tí lendinum, sum stóð undir vatni, og henda ræðuliga sjúka fór at ganga. Í 1931 var vatnflóðin av tí mesta, ovurstórt strekki av landi fram við Mississippi og greinum hennara stóð undir vatni, bøndur í hundrað túsunda-tali máttu flýggja frá heimi og húsi, og fleiri túsund fólk druknaðu. Tennessee var mesta skuldin til hesa vanlukku, men tá settu framskygdir og ágrýtnir menn sær fyri at temja ánna og skapa bóndunum, sum eftir vóru, livilig kor. Melduródnarbeltið. Fleiri hundrað melduródnir eru á hvørjum ári í melduródnarbeltinum, sum gongur ígjøgnum Kansas, Oklahoma og Missouri. Melduódnirnar taka seg upp, har ið heit luft úr Meksikoflógva og turr, køld luft úr Kanada reka saman. Hørðu melduródnirnar slætta alt, sum fyri er, við jørðina. Melduródnir kunnu ganga upp í 180 km/t. Hvørt ár volda ódnir teimum, sum búgva fram við strondini við Meksikoflógva og Atlantshav, stóran skaða. Nógvar melduródnir hava verið í USA í 2011. Amerikanska veðurstovan sigur, at 2011 kann enda sum tað ringasta meldurhvirluárið, sum fólk vita um at siga. Høvuðsorsøkin er verðurfyribrigdið "La Nina", sum ger vart við seg við jøvnum millumbilum. Veðurstovan sigur, at í apríl 2011 vóru meiri enn 900 meldurhvirlur, og at tann eina dagin vóru 164 meldurhvirlur í statunum Mississippi og Virginia. Keldur. * Buddisma. a> kongssonur, føddur um ár 563 f.Kr. Buddisma er trúarlæra, sum byggir á læru Siddharta Gautma (um 560 f.Kr. til 482 f.Kr.). Buddisma kom fyri uml. 2.500 árum síðan í India. Hon breiddi seg skjótt, og nú eru fleiri enn 376 milliónir buddistar, teir flestu í Asia. Læran er ein av størstu trúarlærum í heiminum. Budda. Buddistar liva eftir læru Budda. Hann var ríkur kongssonur, men tá ið hann sá neyðina á jørðini, fór hann heimanífrá og fór at hugsa djúpt (meditera). Tað tók honum 3 ár at gerast alvitandi. Hann gjørdist munkur og fór at siga øðrum frá hugsanum sínum. Ein av høvuðsspurningunum í læru hansara er líðing, ið stendst av girnd menniskjunnar eftir tí jarðliga. Men hann, ið vinnur á hesi jarðligu girnd, sleppur undan allari líðing og fær fullkomnan frið, "nirvana". Munkar. Buddistar, sum verða munkar, siga alla ogn frá sær og eiga bara reyðgul klæði, eina nál, eina vatnsílu, ein rakiknív og eina biddaraskál. Teir taka sær av børnum, hugsa djúpt og læra frá sær. Hvønn dag bidda teir fyri føðina. Teir livdi í aga og fráhaldni og vígdu lív sítt til grundan, bøn og undirvísing. Í summum londum búgva skúladreingir eina stutta tíð í kleystri. Kleystur til nunnur og munkar vórðu bygd í India og aðrastaðni í Asia. Summi kleystur gjørdust fróðskaparsetur, har nunnur og munkar lósu læknafrøði og røktaðu gomul og sjúk. Buddamyndir. a>, sum er eitt hitt elsta templið í landinum. Ógvuliga nógvar standmyndir eru av Budda. Allar Buddamyndir líkjast, men eru ymiskar á stødd. Tær sýna Budda sitandi á lotusblómu. Myndin minnir fólk á góðvild Budda, djúphugsan og bøn. Lívshjólið. Buddistar trúgva eins og hindufólk á lógar- ella lívshjólið. Tað er ein endaleysur ringur av føðing og endurføðing teirra, ið ikki koma í nirvana. Her fevnir Maralívshjólið ella "Samsra". Tað merkir, at líðingin er partur av Samsra. Menniskjan skal nýta Buddalæru at sleppa burtur úr Samsra. Buddistar ynskja sær fullkomna friðin, tað er at koma í nirvana. Eydnast tað ikki, verða teir endurføddir, tá ið kroppurin doyr. Nýggja lívið verður eftir karma teirra. Karma er alt, ið gjørt í fleiri lívum, bæði ringt og gott. Budda lærdi, at áttaliðaði vegurin gongur til nirvana. Tey átta liðini eru røtt stremban, rætt arbeiði, ætlan, tala, atferð, røtt vitan, hugsan og djúphugsan. Tempul. Í templum eru halgilutir av Budda, til dømis ein sandál ella klædnapetti. Tey, sum ganga í halgidómin, brenna rokilsi og ofra blómur og frukt. Buddistiskar trúargreinir. Nú á døgum eru stívliga 376 milliónir buddistar, mest í Asia, nakrir fylgja t.d. hini einføldu hinayana-læruni, og aðrir fylgja hini torgreiddu mahayana-læruni. Mahayana-buddisma. Tann greinin av buddismuni, sum verður nevnd mahayanalæran kom til Tibet seinast í 7. øld e.Kr. Mahayanskir munkar heingja bønarlepar á bønarhjólið. Tá ið hjólið snarar, er tað sum at biðja bønina. Ovastu mahayansku munkarnir vóru nevndir "lamar". Teir máttu ikki drekka rúsandi drykkir ella giftast. Útbreiðsla. Hóast buddisman varð til í Norðurindia, búgva flestu buddistar nú á døgum í øðrum londum, til dømis í Tibet, Sri Lanka, Mongolia og Landsynningsasia. Lýðveldið Venesia. Lýðveldið Venesia (venetianskt: "Repùblica Vèneta" ella "Repùblica de Venesia") var eitt býarríki í Italia, stovnað í 6. øld. Tað ríkaði seg skjótt av nógva handlinum við Asia, og alsamt vaksandi herflotin útvegaði ríkinum góðar handilssáttmálar. Frá um 1100 fingu teir sær úthavnir í eystara parti í Miðjarðarhavi og vunnu sær mikið vald á hesum leiðum. Í 15. øld fóru Osmannisku turkarnir at kappast við venesiska handilsveldið. Í 1463 brast mikil bardagi á ímillum londini, hann vardi í 16 ár. At enda vunnu turkar sigur, tá høvdu teir einaferð verið næstan inni í miðbýnum í Venesia. Í 1479 var friður fingin í lag, og Venesia slapp at hava nakrar úthavnir í eystara parti í Miðjarðarhavi, men mátti binda seg til at gjalda Osmanniska sultáninum stórar peningaupphæddir á hvørjum ári. 7th Heaven. 7th Heaven er ein amerikonsk sjónvarpsrøð í 11 pørtum, sum Brenda Hampton hevur framleitt 1996-2007. 7th Heaven var ein sera væl umtókt sjónvarpsrøð. Sunnudagin 13. mai 2007 var síðsti parturin av heimskendu sjónvarpsrøðini vístur á CW Television Network í USA. Sjónvarpsrøðin hevur fingið fleiri virðislønir, og við eru kendir sjónleikarar sum Haylie Duff, Ashlee Simpson og Mary-Kate Olsen. Familjan. Familjan Camden er ein forstaðarfamilja í Glen Oak, Kalifornia. Eric Camden (spældur av Stephen Collins) er prestur í eini kirkju í Kalifornia - Glen Oak Community Church. Hann er giftur við Annie Camden (Catherine Hicks). Tey eiga saman børnini Matt, Mary, Lucy, Simon, Ruthie, Sam og David. Tey hava eisini ein hund sum eitur Happy. Burger King. Burger King er ein amerikonsk fyritøka við høvuðssæti í Miami, Florida. Tað eru uml. 13.000 Burger King matstovur í øllum heiminum. 2003 opnaði ein Burger King mtastova í SMS. Precious. Precious (føroyskt heiti: Dýrabarur) er ein amerikanskur dramafilmur. Filmurin sigur eina ræðusøgu úr einum gerandisdegi, sum kortini tykist veruligur. Filmurin byggir á bókina hjá Sapphire (Ramona Lofton) - "Push". Samandráttur. 16 ára gamla Precious (Gabourey Sidibe), sum býr í Harlem, New York City, er við barn fyri aðru ferð. Hetta er langt frá einasti trupulleikin hjá gentuni; navnið er at kalla tað einasta "dýrabara" í lívi hennara. Men tá lærari hennara leggur uppí og fær hana at ganga í serskúla, hómast ein glotti fyri framman. Nýggi lærarin og floksfelagarnir geva Precious hug og gleði í lívinum, hóast lívið heima við kropsligum og sálarligum harðskapi einki er broytt. Jeriko. Tekjurnar vóru úr bjálkum, sum vóru taktir við hálmi og sevi og síðan var leirur lagdur omaná. Jeriko (Hebráiskt: יְרִיחוֹ; arábiskt: أريحا‎) er ein fornfrøðiligur býur í Palestina. Nú á døgum búgva um 20.000 í Jeriko. Søga. Um 8.000-7.000 f.Kr. bygdu bøndur ein bý í Palestina - Jeriko. Fornfrøðingar hava funnið toftirnar av heimsins elstu býum í Ísrael. Tann elsti er kanska Jeriko bygdur um 6.000 f.Kr. At verja seg fyri fíggindum laðaðu teir ein sterkan múr uttan um býin, hann var einar 4 m høgur og 3 m breiður, á múrinum var eitt varðhaldstorn, sum var 9 m í tvørmáli. Húsini vórðu laðað av tigulsteini, og gólvini vóru steinsett. Veiðimenn, sum flakkaðu heldur enn at búgva í býi, býttu vørur sínar við fólkið í Jeriko fyri korn ella húsdjór, til dømis seyð. Neyt og geitir vóru eisini hildin fyri at fáa kjøt og mjólk. Miðallivialdurin var lágur. Mannfólkini livdu um 34 ár og konufólkini 29 ár í miðal. Britney Spears. Britney Jean Spears (fødd 2. desember 1981) er ein amerikonsk songkvinna. Hon er fødd 1981 í McComb, Mississippi og býr nú í Beverly Hills í Los Angeles. Hon vaks upp í Kentwood, Louisiana. Britney Spears skal í 2011 giftast fyri triðju ferð. Hesa ferð er tað við tí 10 ár eldra Jason Trawick, ið hon hevur verið saman við í eina tíð. Sambært amerikanskum miðlum var tað undir sera romatiskum umstøðum, at Jason spurdi hana. Hann hevði skrivað yrkingar og prýtt heim teirra í Kalifornia við livandi ljósum og bæði reyðum og hvítum rósum. Parið ætlar sær at giftast á Hawaii, helst tá hennara turné er komin at enda. Britney Spears hevur verið gift tvær ferðir áður. Fyrstu ferð við sínum barndómsvini Jason Alexander. Men hetta helt bert í 55 tímar áðrenn tey angraðu og fingu ein dómstól at ógylda hjúnarbandið. Aðru ferð, Britney giftist, var tað í Las Vegas við Kevin Federline, ið var ein av hennara bakgrunds dansarum. Hetta hjúnarbandið var frá 2004 til 2006. Tað var við hesum manninum, at hon fekk báðar synirnar - Sean og Jayden. Tibet. Tibet (tibetanskt: བོད, kinverskt: 西藏) er ein landslutur í Fólkalýðveldinum Kina. Allastaðni í landslutinum standa kloystur, og ein fjøld av fólkinum eru munkar. Landslagið í Tibet er í støðum ógvuliga vakurt, og her ganga rættiliga nógvir seyðir, jakkoksar og neyt. Hetta sæst eisini aftur í tibetanska matinum, har jakkoksakjøt, -mjólk, -ostur og -smør eru rættiliga vanlig. Tibetanski háslættin, ið fevnir um bæði Tibet, kinesiska landspartin Qinghai og partar av India, hevur nógv fjøll, men eisini stórar, slættar víddir. Miðalhæddin á háslættanum, sum viðhvørt verður nevndur ‘heimsins tak’, er hægri enn 4.500 metrar. Fleiri tibetansk tempul eru bygd inn í holur í fjøllunum. Í Tibet gerst myrkt rættiliga seint, tí Kina hevur bert eina tíðarsonu, hóast landið er so ógvuliga stórt, og tíðarmunurin millum Tibet og grannalondini beint vestan fyri markið er 2-3 tímar. Á sama longdarstigi sum Kina hevur Russland fimm ymiskar tíðarsonur. Seinastu árini er tað blivið lættari og lættari hjá útlendingum at sleppa inn í Tibet, men kinesiska stjórnin broytir treytirnar hvørt ár. Fyri fáum árum síðani skuldu minst fýra við sama tjóðskapi fylgjast fyri at sleppa inn í Tibet. Í 2016 eru tó einastu treytirnar, at tú hevur galdandi visum til Kina, og at tú hevur eitt serloyvi at sleppa inn í Tibet. Kinesiskir statsborgarar kunnu ferðast frítt í Tibet, men tibetanarar úr Lhasa kunnu ikki fáa pass, tí Lhasa vanliga er høvuðssætið hjá Dalai Lama, tá hann ikki er í útlegd. Kinesiska stjórnin tykist halda, at um fólk úr Lhasa fara at ferðast um allan heim, kann tað gerast ein trupulleiki. Tó tykjast aðrir tibetanarar kunna fáa pass, men passið kann vera tikið frá teimum nær sum helst. Landafrøði. Tibet verður ofta kallað "heimstekjan", tí tað er hægsta land í heiminum. Tibet er so stórt sum Grønland. Meginparturin av tí er hægri enn 2.000 metrar. Høvuðsstaðurin eitur Lhasa. Hann stendur í tí fruktabesta partinum av landslutinum, har sum teir stóru garðarnir við abrikosutrøum, fersknutrøum og súreplatrøum eru. Og ímillum garðarnar er grasgóður bøur og grønur hagi, har seyður og jakkoksar ganga á biti. Á teimum turru heiðunum býr flytifólkið. Tey hava jakkoksar og onnur dýr, sum tola væl kulda. Jakkoksin mjólkar nógva og tjúkka mjólk, og mjólkin er høvuðsføðslan hjá flytifólkinum. Søga. Fólkið í Tibet fekk leingi frið fyri øðrum, tey høvdu sítt land, sína mentan og sína trúgv fyri seg sjálvan. Í Tibet vaks upp ein serlig grein av buddusmuni, sum tey kalla "mahayanalæran". Høvuðsmaðurin fyri mahayanalæruna eitur Dalai Lama. Dalai Lama búði í Lasha saman við einum tali av munkum. Í 1959 tók Fólkalýðveldið Kina ræðið í Tibet og gjørdi tað til ein kinverskan landslut. Dalai Lama, sum áður hevði stýrt landinum, mátti rýma til India og býr nú har í útlegd. Landsynningsásia. Landsynningsásia hevur tropuveðurlag. Summarmonsunin kemur inn úr havinum við avfalli hvønn einasta dag, meðan vetrarmonsunin er mest sum regnleys á láglendinum, men vátlig í fjøllunum. Londini í Landsynningsásia eru Singapor, Maleisia, Laos, Myanmar, Kambodja, Vjetnam, Teiland, Brunei, Eysturtimor, Indonesia, Papua Nýguinea og Filipsoyggjar. Londini í Landsynningsásia hava verið mentalond í túsundtals ár. Har hava búð fólk við áirnar og á oyrareingjunum, sum hava bygt prýðilig tempul, glæstribergir og pagodur. Mangastaðir í skógunum eru miklar toftir, sum siga frá glæsiligari fortíð. Tá ið evropeararnir aftan á ár 1500 e.Kr. fóru at leggja lond undir seg ymsastaðir í heiminum, vóru tað bretar og fraklendingar, sum lutaðust meginpartin av Landsynningsásia. Bara Teiland slapp undan hertøkuni. Evropeararnir sóru fyri hesum londum, alt til Seinni heimsbardagi var av í 1945. Malakkahálvoyggin. Malakkahálvoyggin (maleisiskt: Semenanjung Tanah Melayu; teilendskt: คาบสมุทรมลายูrøkkur) er tætt suður ímóti ekvator (miðkring), har er hitin mest sum altíð tann sami bæði vetur og summar. Hvønn einsasta dag um middagsleitið oysir regnið niður nakrar tímar. Hálvoyggin er tí øll avtakin við tropiskum regnskógi. Fjøldin av fólkinum býr á oyrareingjunum og á lágslættunum og niðan ígjøgnum teir djúpu dalarnar. Nakað býr tó uppi í teimum niðaru háslættunum. Meðan fjøllini eru avtakin við regnskógi og savannuvøkstri, eru dalarnir, oyrareingirnar og lágslættarnir velt til rís. Teir velta so nógv rís, at teir selja til t.d. Kina, Evropa og USA. San Marino. Lýðveldið San Marino (alment navn: "Repubblica di San Marino") er eitt lítið landfast land í Italia. San Marino hevur bara mark við Italia. San Marino er fjallaland og elsta lýðveldi í heiminum. Høvuðsmálið er italskt. Hetta lítla fjallalandið, nakað norðarlaga í Italia, er minsta lýðveldi í Evropa. Tað er eisini av minstu londum. Í vídd er San Marino bara 61 km2. Tað er eisini ímillum tey elstu, helst grundað um ár 900. Í miðøld var Italia býtt sundur í rík, valdmikil býarríki, sum Florens og Venesia. Hesi ríki vórðu, sum tíðin leið, limað inn í onnur, størri landøki, men San Marino megnaði at hava sjálvræði sítt. Á italienska meginlandinum eru tvey smá ríki, Vatikanríkið og San Marino. Hóast landið er av smæstu londum, hevur tað fótbóltslandslið, sum er við í undankappingunum til HM og EM í fótbólti. Náttúrutilgeingið er lítið í San Marino, og blómandi ferðavinnan er størsta inntøkukelda landsins. Miðaldarborgin "Rocca" er t.d. sum tikin úr einum ævintýri. Londini, sum ikki eru limir í ES, men hava beinleiðis tollsamgongu við ES, eru Mann, Ermarsundsoyggjar, Andorra og San Marino. Jóannes Lamhauge. Jóannes Brynolfsson Lamhauge (føddur 25. desember 1985 í Tórshavn) er Føroyskur fjøllistamaður, greinahøvundur, sjónleikari, tónleikari og filmsleikstjóri. Jóannes er serliga kendur sum virkin sangleikari bæði í Føroyum og í Suðuronglandi, har hann búði frá September 2008 til Juni 2011. Hann er limur í føroyska dreingjabólkinum All in. Meðan Jóannes var búsitandi í Canterbury í Onglandi, nam hann sær hægri útbúgving (BA Hons.) innan Religiónsvísindi og Metaetik við. Í 2015 vann hann Áskoðaravirðislønina, ið varð handað á Geyta-Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, hann vann saman við Jónfinn Stenberg fyri filmin Tunnan. Jóannes er búsitandi í Tórshavn. Malgrat de Mar. Malgrat de Mar er ein býur í Spania í landslutinum Katalónia, og hevur umleið 18 596 íbúgvar (2010). Selma Sandá. Selma Sandá (fødd 3. september 1946 í Porkeri) búsitandi í Vági er ein føroyskur rithøvundur. Selma hevur ikki nomið sær útbúgving, men hevur tó tikið próvtøku í nøkrum fakum á handilsskúla. Selma hevur fyrr starvast sum sjálvstøðug við egnum handli í umleið 15 ár. Talan var um matvøruhandil sum nevndist "Hjá Selmu". Áðrenn tað hevur hon eisini starvast sum heimahjálpari í nøkur ár og sum heilt ung starvaðist hon sum "ung genta í húsi" (húshjálp og barnagenta). Útgávur. Í november 2014 gav Selma út sína fyrstu bók. Áðrenn tað hevði hon bert útgivið eina stuttsøgu við heitinum "Gamla Lotta", sum kom út fyrstu ferð í Frostrósuni, sum kom út í 1987 og seinni í lesibókini Les 1, sum kom út í 2006. Les 1 verður brúkt sum undirvísingartilfar til føroysku framhaldsdeildina. Frostrósan var úrslit av stuttsøgukapping fyri kvinnur, sum Kvinnufelagið í Havn og blaðið Kvinnutíðini skipaði fyri miðskeiðis í 1980'unum. Selma byrjaði við at skriva yrkingar, nakrar av teimum komu á prent í føroysku bløðunum undir dulnevni. Seinni fór hon at skriva stuttsøgur. Í bókini Eyguni - Søgur og yrkingar eru 13 stuttsøgur og 42 yrkingar. Heiðursbræv og stuttsøgukapping. Selma Sandá vann heiðursbræv í ritgerðarkapping hjá Fróðskaparsetri Føroya í 2005. Evnið á kappingini var "Dópur og navnasiður í Føroyum". Sum nevnt luttók Selma eisini í stuttsøgukappingini hjá Kvinnutíðindum í 1985 ella 1986. Hon vann ikki, men søgan Gamla Lotta varð útgivin saman við fleiri øðrum søgum, sum luttóku í kappingini í bókini Frostrósan, sum kom út í 1987. Familja. Selma Sandá er einkja, hon var gift við Páll Sandá, ættaður úr Sandvík, hann andaðist í 2007. Saman fingu tey seks børn: Majken, Eileen, Anja, Bárður og Sonni. Tað fyrsta barnið doyði sama dag sum tað varð føtt. Selma er fødd Jacobsen, gift til Joensen, men seinni tóku tey navnabroyting til Sandá. Móðir Selmu, Malena Jacobsen, fødd Vilhelmsen, var úr Porkeri, faðir hennara, Mikkjal Petur Jacobsen, var av Kirkju. Í Porkeri var hann nevndur Petur í Fugli, pápabeiggi hansara var skaldið Hans Mikael Jacobsen Ommubeiggi hansara í móðurætt var skaldið Símun Mikal Zachariasen av Kirkju. Hongkong. Hongkong (enskt heiti: "Hong Kong Special Administrative Region of the People's Republic of China", kinverskt heiti: "中華人民共和國香港特別行政區") er ein av týdningarmestu fíggjarmiðdeplum í heiminum og ógvuliga ríkt. Tað er ein týðandi ídnaðar- og handilsbýur, haðani teir selja nógvar ídnaðarvørur til Evropa. Hongkong er í dag ein vestur­lend­skur býur í einum komm­un­istiskum landi, og nógvir kin­verjar droyma um at sleppa at búgva í Hongkong. Í Hongkong búgva umleið 7,0 milliónir fólk. Miðallívsævin í landinum er 82,04 ár og 6,5 % av fólkinum eru ikki lesifør. Politikkur. Í 1898 samdust Fólkalýðveldið Kina og Stóra Bretland um, at Stóra Bretland skuldi leiga Hongkong í 99 ár. 1. juli 1997 kom Hongkong aftur undir Kina, men fyrrverandi bretska hjálandið skal hava egna stýrisskipan í 50 ár. Hongkong er tí ikki sjálvstøðugt ríki, stendur undir Kina, men hevur egna stýrisskipan til 2047. Hong Kong hevur serstøðu í mun til Kina partvíst tí, at ríkisluturin er so nógv ríkari og framkomnari enn meginlandið annars, og tí at hann er undir einari frælsari búskaparskipan. Hong Kong hevur egna skattaskipan og er ikki ríkisstjórnini í Beijing skattskyldugt. Hong Kong hevur eisini fult ræði á peningaviðurskiftum sínum og er sjálvstøðugt tolløki, óheft av Kina. Hong Kong man harafturat eisini vera eitt eindømi við tað, at ríkisluturin hevur sítt egna gjaldoyra, ið ikki er knýtt at kinverska gjaldoyranum Landafrøði. Uttan fyri Guangdong er býurin Hongkong, sum nú hoyrir til kinverska ríkið. Hongkong er 1 104 km2. Hongkong verður ofta rakt av tropiskum ódnum í tíðarskeiðinum millum juli og oktober, men sjáldan raka tær sjálvan býin. Ringasti stormurin har var í 1962, tá 130 fólk doyðu av ódnini Wanda, ið rakti við eini vindmegi upp á 284 kilometrar um tíman, ella næstan 79 metrar um sekundið. Búskapur. Í Hongkong, sum er handilsmiðstaður við moskusi, verður goldið upp í 500 000 kr fyri eitt kg. Tað mesta verður haðani selt til Japans. Mong háhús eru í Hongkong, og á handilsgøtuni mitt í miðbýnum stendur stórsligna háhúsið hjá Hong Kong Shanghai Banka. Bygt verður uppeftir, tí at so lítið lendi er at byggja á. Húsið varð liðugt bygt í 1985 og er eitt verkfrøðiligt meistaraverk. Tá ið húsið varð bygt, ráðførdu byggifrøðingarnir seg alla tíðina við serfrøðingar í "feng shui", aldagomlu kinesisku trúnni um vindsins og vatnsins megi. Hetta varð gjørt til tess at vissa øllum teimum mongu fólkunum, ið skuldu vera í húsinum, góða heilsu, hepni og ljósa framtíð. Ídnaður. Fyrr var nógvur ídnaður í Hongkong. Nógv varð gjørt av leikum, klæðum og elektróniskum vørum. Nú er næstan allur ídnaður fluttur norður um markið til Guangdong og Kina, har lønarlagið er nógv lægri. Allarflestu fólk í Hongkong starva í tænastuvinnuni. Fólkið. Hóast Hongkong bara er heilt lítið landøki, eitt nes við fjøllum og útifyri 230 grýtutar oyggjar í Landsynningsasia, búgva 7,0 milliónir fólk har. Mong fólk í Hongkong búgva ikki uppi á landi, men í báti. Heil húski búgva samanstúgvað í djunkum og sampanum, tey liva av fiskiskapi. Har eru eisnini flótandi handlar, matstovur, skúlar; tannlæknar og háfríðkanarfólk fara eisini til arbeiðis við báti. Túsundtals fólk búgva enn soleiðis, men hesin lívsháttur er nú í vanda fyri at fara í søguna. Atvoldin er, at stór nýmótans fiskiskip koma í staðin fyri gomlu bátarnar, og útróðrarmenninir verða noyddir at fáa sær arbeiði uppi á landi. Mong kinesisk húski, helst úr Hongkong, búsettu seg í USA og Kanada, áðrenn Hongkong fór undir kinesiskt yvirræði í juli 1997. Eginteldur. Eginteldur ella PC-arar (úr enskum - "Personal Computer" ella "PC") eru allastaðni. Á skrivstovum, í skúlum og heima. Egintelda er lítil, men nú á døgum ógvuliga evnalig. Hon er býtt í fýra - knappaborð at skriva við, minni at goyma upplýsingar og forrit á, ergeril, ið arbeiðir forrtitið, og skríggi, har ið vit síggja úrslitini. Í einari eginteldu eru mong túsund smá elektrónisk rensl, men áðrenn hon kann arbeiða, skal hon fáa at vita, hvat ið hon skal gera - hon skal forritast. Tá ið forritið arbeiðir, virkar teldan, hon viðger tær upplýsingar, sum hon fær. Til dømis kann teldan vísa støðuna í einum spæli og spyrja, um spælarin skal til vinstru ella høgru í einari villiniborg. Talvur, tekstur og myndir kunnu eisini takast fram á skríggjan. Tá ið músin verður flutt, fer ein lítil pílur á skríggjanum sama veg. Soleiðis ber til at peika í tekstinum og geva boð ella flyta á myndunum. Knappaborðið er skipað sum á einari skrivimaskinu, men teldan hevur eykaknappar til serlig boð. Eftir 2. heimskríggið læt verjumálaráðið í USA fyrstu stóru, elektrónisku telduna byggja. Tá vóru teldurnar ovurstórar. Nú hava farkleivir og erflísar ("chipar") gjørt teldurnar sterkari og minni. El Dorado. El Dorado (spanskt Tann gylti býurin) merkir tann gylti og er navnið á einum gull-landi í Latínamerika, sum segðist vera so ovurfylt við gulli, silvuri og kopari, at alt innbúgv var evnað úr tí, og allar standmyndir í ríkinum vóru gjørdar úr reinum gulli. Leitanin eftir El Dorado byrjaði longu 40 ár eftir, at Kristoffur Kolumbus fann Latínamerika í 1492. Tá byrjaðu evropearar av sonnum at taka lond undir seg og fór hetta so harðliga fram, at ríkini hjá bæði astekum og inka-indiánum vóru útslettað longu tíðliga í 1500-talinum. Søgur úr El Dorado. Slaturin hevði leingi gingið um goymd ríki langt inni í suðuramerikanska frumskóginum. Ambrosius Ehinger, sum spanski kongurin hevði sent til Latínamerika at leita sær eftir gulli, var tann fyrsti, ið hoyrdi søgnina um "El hombre dorado" - tann gylti maðurin. Hetta var ein søga um ein ótrúliga ríkan høvdinga á fjallinum Kundinamarca, sum hvørt ár smurdi seg inn í eina klebruta evju og rullaði seg í gullstøvi. So baðaði hann sær í einari heilagari á, til alt gullið var runnið av honum. Nú áttu gudarnir tað. Ambrosius Ehinger gjørdist bergtikin av hesi gomlu indiansku søgnini og setti sær fyri at finna El Dorado og taka gullið til sín sjálvs. Hundraðtals rannsóknarlið fóru næstu árini til Suðuramerika. Allir leitaðu teir eftir tí gylta landinum. Teir royndu alt fyri at fáa tey innføddu at siga sær sínar loynidómar. Teir píndu hesi villu og fóru við teimum sum dýr. Ræðuligar søgur gingu um, hvussu indiánararnir hevndu seg móti hesum sponsku rannsóknarfólkunum. Teir fangaðu rannsóknarliðini og stoyttu brennandi gull niður í hálsin á teimum, fyri at sløkkja teirra gulltosta. Aðrir blivu sundurlimaðir meðan teir enn vóru livandi og steiktir. Ein heiðurligur riddari, sum æt Gozalo Jiminez de Quesada, royndi ein annan framferðarhátt. Ístaðin fyri at noyða tey inføddu við valdi at geva honum gull og upplýsingar, gjørdist hann vinur við tey. Hetta gav úrslit - ein stamma lovaði at vísa honum leiðina til fjallið Kundinamarca. Alt gekk sum tað skuldi, men tá Quesada kom til staðið og møtti innbúgvunum, Chibcha-fólkið, gjørdist hann skuffaður. Tað vísti seg, at søgnin um høvdingin, sum ofraði gull til gudarnar, var sonn, men at tey langt síðani vóru givin við hesum siði, serliga tí tey einki gull høvdu. Vónsvikin gjørdi Quesada av at taka staðið við vald og soleiðis taka tað ríkidømið, ið var at fáa. Sir Walter Raleigh. Hóast hetta, forðaði tað ikki øðrum í at halda á at leita eftir El Dorado. Ein tann kendasti rannsóknarleiðarin var Sir Walter Raleigh. Hann var enskur aðalsmaður og skald. Men Raleigh var eisini sjórænari og ævintýrari, sum bara var sloppin undan geglinum, tí hann hevði gott samband við drotningina. Á einari av sínum sjóferðum til Suðuramerika, tók Raleigh ein gídsla. Maðurin var ein av teimum, sum leitaði eftir El Dorado. Raleigh setti mannin á eina oydna oyggj at doyggja, men áðrenn hevði hann fingið hendur á einum brævi, sum neyðars maðurin hevði skrivað um gulllandið. Og soleiðis byrjaði endaleysa reikan hjá Raleigh gjøgnum Suðuramerika. Heima í Onglandi gingu søgurnar um Raleigh. Fólk høvdu hoyrt um ránsferðir hansara og folk byrjaðu at hata hann. Hetta hevði við sær at Drotning Elizabeth fór at ivast í dygdumnum hjá Raleigh, men kortini helt hon á at fíggja rannsóknarferðir hansara. Men tá hann enn einaferð kom tómhentur heim til Onglands, var óviljin móti honum so stórur, at hann varð dømdur 20 ára fongsul fyri landasvik og tá hann hevði siti hesi árini skuldi hann avrættast. Raleigh hevði, hóast sín deyðadóm, tað sera gott í fonglsinum, har hann fekk tíðina at ganga við at skriva eina bók um upplivingar sínar í Suðuramerika – bókin bleiv sera væl móttikin. Hann hevði enntá tveir persónligar tænarar at ganga sær til handa. Hetta vísir bara, hvussu væl dámdur hann framvegis var í kongshúsinum. Í 1616 gjørdist James 1. kongur. Hann gav Raleigh loyvi at fara til Latínamerika eina síðstu ferð, at prógva at El Dorado var til. Tó stóð deyðadómurin við. Raleigh fór eldhugaður avstað, men tað gekk ikki long tíð so byrjaði hann aftur at ræna sponsk skip. Tá ið kongurin, sum stríddist fyri friði og rættvísi, hoyrdi um hesar syndir, gjørdist hann í øðini, og Raleigh bleiv avrættaður beinanvegin hann setti fótin aftur á enska jørð í 1618. Nýongland. Nýongland (enskt: New England) er ein søguligur landspartur í landnyrðingshorni av USA. Økið fevnir um hesi 6 stakríkini: Maine og Massachusetts, Vermont og New Hampshire, Connecticut og Rhode Island. Av býunum eru teir gitnastu Concord og Montpelier. Tann størsti eitur Boston. Hægsta fjallið í Nýonglandi liggur í New Hampshire og eitur "Mount Washington". Gamla navnið fyri hetta fjallið var "Agiocochook". Fjallið er 1917 m høgt. Sjófuglar. Sjófuglar eru fuglar, sum finna meginpartin av teirra føði í sjónum og teir eru tí ein partur av havvistskipanunum. Sjófuglar eru ikki serstakt fuglaslag, men ymiskir fuglar. Allir eiga teir nær sjónum, á hellum, bergi, í urðum ella vallbergi. Flestir eru fitjufuglar, vatn rínur ikki við teir, og hvast hava teir nevið at taka fisk. Nógvir sjófuglar eiga í Føroyum, til dømis lomvigi og álka, ið nógv hava verið veiddir, men eru nú friðaðir. Teir hava smáar veingir. Aðrir sjófuglar, til dømis skrápur ella súlukongur, hava smalar, langar veingir og kunnu sveima leingi á flogi. Kjógvi og mási eru ránskendir sjófuglar, teir eta egg, pisur og ræ og annars alt, sum fyri nevið kemur. Kjógvi jagstrar fugl á flogi og noyðir hann at sleppa fonginum, sum hann so loftar í flognum. Súla stoytir seg 30 m. eftir fiski. Pingvin fær ikki flogið, men svimur óføra væl við veingjunum, tá hon veiðir fisk. Lundin eigur holum í vallbergi, hann tekur mest smáa sild. Lundin fær borið 20-25 sildir í nevinum. Sildberin flýgur so heim í lundalandið til pisuna í holuni í vallberginum. Hóast 71 prosent av jarðarflatanum er hav, eru bara 3 prosent av heimsins fuglasløgum sjófuglur. Tað er lætt at meta um støðuna hjá sjófugli í mun til onnur djór í havinum, og tí verður støðan hjá sjófugli ofta nýtt sum ein ábending um, hvussu tað stendur til í havumhvørvinum. Teir flestu sjófuglarnir liva mestu tíðina á sjónum og koma bert upp á land í bútíðini, tá ið teir verpa og ala pisurnar. Í Føroyum er heilt nógvur sjófuglur, tí her er nógv føði í sjónum. Men nøkur av fuglasløgunum, sum allarmest eru til av í Føroyum, er júst sjófuglur. Til dømis eru 600.000 pør av havhesti, sum er tann vanligasti sjófuglurin hjá okkum, meðan tað einans eru 10.000 pør av tjøldrum, sum er tann vanligasti heiðafuglurin. Í Føroyum eiga 21 sløg av sjófugli, og mett verður, at samlaða talið av pørum er slakar tvær milliónir. Tá ungfuglurin er taldur við, er samlaða talið um 6 milliónir fuglar. Sjófuglur er fitjufuglur. Soleiðis verður fuglurin nevndur, tí hann hevur fitjur. Fitjur eru húð, sum er millum tærnar. Fitjur gera fótin góðan at svimja við. Sjófuglur livir av fiski, smáum krabbadýrum og høgguslokki. Hann etur mest av nebbasild, men eisini hvítingsbróður, brisling, sild, makrel og seið. Ymiskt er, hvussu sjófuglur fær fatur á føðini. Summir fuglar kunnu ikki kava, til dømis havhestur, drunnhvíti og rita. Teir liva av tí, sum er í vatnskorpuni og beint undir vatnskorpuni. Terna, skrápur og súla stoyta seg niður í sjógvin, og eitt nú lundi og lomvigi kava djúpt niður og nýta veingirnar at svimja við. Tað er ymiskt, hvussu fuglarnir reiðrast. Á sumri er nógv fuglalív í bjørgum, á hellum og í bakka. Fuglarnir eru her, tí her er gott og trygt at reiðrast. Lundi grevur sær holur ovast uppi í bakkanum. Rita klínir sær reiður fast í bergið, og lomvigi og álka verpa á bera hellu. Niðast í berginum reiðrast skarvur og teisti. So skjótt ungarnir eru floygdir, minkar fuglurin í bjørgunum og flýgur út á hav. Vit veiða so at siga bara sjófugl. Fyrr var tað mest lundi og lomvigi, sum varð veiddur. Nú verður mest veitt av havhesti, okkara vanligasta sjófugli. Um vit veiða ov nógvan fugl, kann stovnurin koma í vanda. Tí er ein lóg um fuglaveiðu. Til dømis er als ikki loyvt at veiða æðu, og álka kann bert skjótast frá 1. oktober til 20. januar. Sporðdrekar. Sporðdrekar (latín: "Scorpiones") halda til í flógvum, turrum økjum, har teir krógva seg undir steinum, í holum ella rivum. Flestu teirra veiða um náttina. Teir sita og lúra eftir fongi og leypa so á djórið ella renna tað um koll. Mesta føðin er skordjór og eiturkoppar. Teir nýta eiturklónna at verja seg við og at lemja fongin. Eitur setur úr eiturkertlum í afturkroppinum fram í eiturklónna. Við teimum stóru bitklónum tekur sporðdrekin fongin, kroystir hann sundur og stingur í kjaftin. Sporðdrekar leggja livandi ungar. Fyrstu tíðina ber kvenndjórið teir á bakinum, har eru teir tryggir fyri ránsdjórum. Tá ið ungarnir hava skift ham fyrstu ferð, rýma teir, og tá eru teir sjálvbjargnir. Til eru um 1.200 sporðdrekasløg. Øll eru tey ránsdjór. Í t.d. Nevada eru 23 ymisk sløg av sporðdrekum. Oyðimarkarsporðdrekin tekur skordjór og maðkar, hann tekur tey við klónum. Aarhus. Aarhus ella Århus er á eysturstrondini í Jútlandi og er næststørsti býur í Danmark. Har er stór jarnbreytastøð, og býurin er týdningarmikil handils- og ídnaðarbýur. Í miðbýnum eru leikhús, dómkirkja og tað vakra tónleikahúsið. Skipaferðslan er nógv. Í býnum er eisini skipasmiðja. Í allari Århus búgva nú 259.754 fólk. Århus er í Århus kommunu. Í Århus kommunu búgva 307 000 fólk. Tasmania. Tasmania er ein oyggj, hon liggur í ein landsynning úr Avstralia. Hon er minsta landið í Avstralska samveldinum, og har búgva eini 512 000 fólk. Sundið millum Tasmania og Avstralia eitur Bass-sund. Veðurlagið í Tasmania er temprað, og avfallið nóg mikið til allan vøkstur. Har veksur bæði savanna og regnskógur. Vetrarnir eru mildir, og sumrini nakað sum í Vesturevropa. Veðurlagið er vátligari og svalligari enn aðrastaðni í Avstralia, og oyggin er gitin fyri grønmeti, seyðahald og frukt. Tey hava eisini silvur, tin og aðra námsvinnu. Stórir partar av vestarlaga á oynni eru óbygdir. Har eru tættir skógir og nógv høg fjøll. Her halda nøkur av teimum villu upprunadjórunum til enn, til dømis posadevulin. Oyggjarbúgvarnir eru bøndur og ídnaðarmenn. Bøndurnir hava stórar súreplagarðar, og frukt er ein munandi útflutningsvøra. Teir hava eisini stórar veltur av humlu, sum fer til ølgerð. Teir velta eisini korn, epli og alskyns grønmeti. Seyðurin er nógvur í haganum og neytini við, og í skógunum vaksa nógv virðismikil trø. Trøini verða í býunum gjørd til hús og býnyttur, men mongdin fer til pappírsídnað. Landbúnaðurin og dýrahaldið geva ráevni til ídnað. Søga. Fyrst í 17. øld fingu niðurlendingar alt størri ræði sum sjófarandi tjóð í Asia, Avstralia og í Kyrrahavsoyggjum. Teir løgdu seg meira eftir at fáa vinning burtur úr handlinum enn at gera rannsóknarferðir, men á longu leiðini úr Suðurafrika til Indonesia sigldu teir tætt fram við strondini í ókenda meginlandinum Avstralia. Í 1616 fór Dirck Hartog skipari í land har, og tað sama gjørdu mangir aðrir niðurlendskir sjómenn eisini seinni. Í 1642 avgjørdi Anthony van Diemen, stjóri í Niðurlendska Eysturindiafelagnum, við høvuðssetri í Jakarta, at lata Abel Tasman standa á odda fyri einari rannsóknarferð til Avstralia. Ætlanin var at fáa meira at vita um, hvussu stórt meginlandið var, sum teir hildu var heilt suður í Kyrrahav, og at finna eina styttri siglingarleið til Suðuramerika. Tasman kom fyrst til oynna, sum nú eitur Tasmania. Hann nevndi hana "Van Diemens Land". Síðan kom hann eisini til Nýsælands, Fiji og Tonga. Í 1644 teknaði hann kort av norðurstrond Avstralia. Um allan hin ovurstóra partin av avstralska meginlandinum visti eingin nakað at siga, uttan frumfólkið. Kastrup Flogvøllur. Kastrup Flogvøllur (danskt: "Kastrup Lufthavn") er størsti mest týðandi flogvøllurin í Norðurlondum. Haðani er samband til 150 flogvøllir úti í heimi, og eini 600 flogfør koma ella fara hvørt samdøgur. Atlantic Airways rekur loftvegis samband millum Kastrup Flogvøll og Vága Floghavn, vanliga við millum 2 og 3 fráferðir um dagin. Skalt tú út í heim við flogfari úr Norðurlondum annars, mást tú oftast fyrst til Kastrup og so við øðrum flogfari. Í 2007 avgreiddu tey 21,4 mió. ferðafólk. Haðani er gott flogsamband til allar partar av Danmark, til hini Norðurlondini og runt um heimin. Bert fáir stórir flogvøllir úti í heimi er so tætt við ein stórbý. Flogvøllurin hevur eisini tann fyrimun, at hann er stutt frá miðbýnum í Keypmannahavn. Metro (linja M2) gongur frá Kastrup flogvølli inn í býin, og bilarnir eru nógvir við ferðafólki á flogvøllinum og av flogvøllinum. Flogvøllurin er á oynni Amager. Amager er havbotnur, sum hevur skotið seg upp úr sjónum. Tí er lendið so flátt og lágt, og tí sera hóskiligt til flogvøll. Av tí at flogvøllurin liggur út ímóti sjónum, kunnu flogførini fyri tað mesta flúgva lágt yvir sjónum, tá ið tey seta seg ella fara á flog. Tá eru tey ikki til so stóran ampa fyri fólkið, sum býr í Keypmannahavn. Kastrup Flogvøllur er av størstu flogvøllum í Evropa. Fimm flogvøllir í Evropa avgreiða fleiri altjóða ferðafólk enn tann í Kastrup: Franz Josef Strauss Flogvøllur í München, Frankfurt Flogvøllur, Charles de Gaulle Flovøllur í Paris, Schiphol Flogvøllur í Amsterdam og Heathrow Flogvøllur í London. Hvat ið farmaflutningi viðvíkur, er Kastrup Flogvøllur nr 13 í heiminum. Eini 50 flogfeløg úr øllum heiminum flúgva til Kastrup og úr Kastrup. Ein flogvøllur er stórt arbeiðspláss. Fyrst er at nevna tey, sum manna flogførini. Men so eru onnur, sum avgreiða ferðafólk, summi gera flogfør flogbúgvin, onnur gera mat, upp aftur onnur skipa víðføri hjá ferðafólki inn, og nógv, nógv annað. Tilsamans arbeiða 1900 fólk í fyritøkunum á fløgvøllinum í Kastrup. Størsta fyritøkan á Kastrup Flogvølli er SAS. Ríkisstjórnirnar í Svøríki, Danmark og Noreg eiga "Scandinavian Airlines System" í felag. SAS er sættstørsta flogfelagið í heimi. Aftur at flogførum, hevur SAS handlar, hotell og virki, sum gera mat til flogfør. Flogferðslan vindur meiri og meiri upp á seg allastaðni. Tí verður bygt afturat øllum stórum flogvøllum, eisini til í Kastrup. Fyri at orka tað, er ætlanin at byggja fleiri farstøðir í Kastrup. Í 1993 varð t.d. nýtt pakkhús tikið í nýtslu. Síðani 1993 eru eisini lagdir nýggir vegir at gera tað høgligari hjá ferðsluni á flogvøllin og av flogvøllinum. Suðuroyarmál. Suðuroyarmál er eitt málføri av føroyskum. Fyri okkurt um hálvari øld síðan varð skemtandi farið at kalla suðuroyarmál suðuroyskt. Henda skemtandi málvilla hevur nú hjá summum mest sum fest seg sum regluligt talumál samjavnt við eitt nú tungumálsheitið "føroyskt". Suðuroyarmál er kortini einki sjálvstøðugt tungumál, men eitt føroyskt málføri eins og havnarmál, norðuroyamál, vágamál, o.s.fr. Suðuroyarmálið er nógv broytt. Høvuðsorsøkin til hetta man stava frá skúlunum. Har hevur av flestu lærarum í føroyskum dentur verið lagdur á at nýta somu úttalu sum í meginøkinum. Tey seinnu árini eru so eisini sjónvarp og útvarp komin inn í myndina, og hava tey so eisini sína ávirkan. Eitt annað, sum brýtur av, er at tað verður eitt E-ljóð í endanum av nógvum orðum, sum enda við I ella U, eisini er at nevna, at Æ oftast verður verur broytt til E. Sum dømi um hetta kunnu vit nevna ræðast (reðast), sær (ser), lær (ler), frælsi (frelse), gæs (ges), skræða (skreða) og æða (eða). Onnur fyribrigdi er at J varð brúkt sum fyrsti bókstavur í orðum sum byrja við E ella G. Sum dømi um hetta kunnu nevnast gina (jina), eg (je), gera (jera), gil (jil) og geva (jeva). Við hvørt verður J skotið upp ímillum eitt hjáljóð og eitt sjálvljóð. Sum dømi kann nevnast teg (tje), meg (mje) og seg (sje). Tó at Suðuroyggin ikki er so stór í vídd, og ikki er so langt millum bygdir, so breyt málið rættiliga nógv av frá bygd til bygd. Eitt tað sjónskasta dømi um hetta eru Sandvík og Hvalba. Tær eru grannabygdir, og tá ið tað vóru niðursetufólk úr Hvalba sum bygdu Sandvík av nýggjum í 1811, so skuldi man trúð, at sami málburðir varð brúktur í báðum bygdunum, men so var ikki. Meðan henda regla "Æ til E" er føst í sunnaru helvt av oynni, so er hon tað ikki í sandvíksmálinum. "Á" hevur við hvørt verið brúkt ístaðin fyri "AT". Dømi "at svimja" søgdu sandvíkingar "teir fóre á svimja". Sandvíkingar søgdu eisini "hann fór á leita" ístaðin fyri "at leita" og "hon fór á møðast". Um orð byrja við H ella K er at siga, at tey ofta hava verið framborin við heilt bleytum ljóði í fyrsta stavilsi. Til dømis hjallur, kjallari, kjøt og kemdi. Skrásett parlag. Skrásett parlag er parlag millum tvey vaksin menniskju. Parlagið verður skrásett fyri at tryggja arv og fíggjarlig viðurskifti í einum parlagi og kann í summum londum nýtast av bæði hetero- og homopørum. Til dømis er hettar galdandi í Grønlandi, Bretlandi, Íslandi, Finnlandi, Svøríki, Noregi og Danmark. Í USA er tað ymiskt frá ríki til ríki. Føroyar eru einasta landið í Norðurlondum, sum enn ikki hevur samtykt lóg um skrásett parlag. Danmark verður í 1989 fyrsta landið í heiminum, ið innførur skrásett parlag fyri fólk av sama kyni. Axel og Eigil Axgil verða tí fyrstu giftu samkyndu fólkini í heiminum. Lógin um skrátsett parlag verður ikki sett í gildi í Føroyum, men fleiri samkyndir føroyingar hava hinvegin valt at gifta og búseta seg í Danmark og øðrum londum, har lógin er galdandi. 7. juni 2012 samtykti Fólkatingið eina nýggja lóg, ið gevur heimild til at samkynd pør kuunu giftast á sama hátt sum hinskynd. Lógin kom í gildi 15. juni sama árið. Harvið gjørdist hjúnabandið kynsóheft, men skrásett parløg ið eru skrásett áðrenn hjúnabandslógin frá 2012 kom í gildi, halda fram við at vera galdandi og kunnu eisini broytast til hjúnaband. Í Føroyum kunnu samkynd hvørki fáa skrásett parlag ella giftast. Í november 2015 varð uppskot tagt fyri Løgtingið um at seta hjúnabandslógina í gildi fyri Føroyar. Lógin kemur til aðru viðgerð í mars 2016. Politikkur. Hvørki skrásett paralag ella kynsleyst hjúnarlag er galdandi í Føroyum. a> har skrásett parlag fyri samkynd ikki er lógligt. Aktiv deyðshjálp. Aktiv deyðshjálp (eutanasi) er lóglig í bæði Sveis, Oregon, Luksemburg, Belgia, o.s.fr. Men í til dømis Norra og Michigan er hettar ólógligt. Ein spurningur, sum er farin at taka seg upp í útlondunum er, um aktiv deyðshjálp skal verða ein menniskjarættur. Tá verður helst hugsa um at geva m.a. deyðiliga sjúkum, álvarsligt lammaðum og uppslitnum gomlum fólki møguleikan at fáa aktiva deyðshjálp. Her er t.d. talan um fólk ið eru totalt hjálparleys, aftaná t.d. eina bilvanlukku. Fólk ið blíva lammaði frá hálsinum og niðureftir. Har kunnu læknar fara inn og hjálpa teimum at sleppa vekk frá tí syrgiliga lívinum, tey eru blivin ein partur av. Lógin um aktiva deyðshjálp, eutanasi, varð sett í gildi í Luksemburg í mars 2009. Fyri at kunna seta hesa lóg í verk, máttu broytingar í grundlógini gerast. Hertugin, ið eisini skuldi taka undir við lógini, um hon skuldi setast í verk, var ímóti. Hansara vald varð tí tikið frá honum eina tíð, soleiðis at lógin kundi verða samtykt og sett í gildi. Somuleiðis mátti undantak gerast í revsilógini, soleiðis at tú ikki kundi blíva revsaður av at fremja aktiva deyðshjálp. Amerikanarar eru langt frá samdir um, hvat kann góðtakast moralskt ella ikki. Tað vísir seg, at tað, sum amerikanarar eru mest ósamdir um, er, um tað er moralskt rætt við aktivari deyðshjálp. 45 prosent halda, at tað er moralskt rætt, meðan 48 prosent halda, at tað er skeivt. Hini sjey prosentini vita ikki. Klaksvíksstríðið. Klaksvíksstríðið (Læknastríðið) (1951-1955) er størsti uppreistur nakrantíð móti donsku yvirvøldini. Klaksvíksstríðið var hart, og klaksvíkingar brynjaðu seg til stríð móti myndugleikunum. Hans Andrias Sølvará hevur granskað í viðurskiftunum í sambandi við Læknastríði. Ein danskur lækni, nevndur Olaf Halvorsen, varð settur í fyribilsstarv í Klaksvíkar sjúkrahúsi. Trupulleikin var, at hann var rendur úr Danska Læknafelagnum og vildi ikki gjalda eina bót, so hann kundi gerast limur aftur. Fyri at fáa fast starv sum sjúkrahúslækni mátti hann vera limur í felagnum. Klaksvíkingum dámdi væl mannin, og teir vildu hava hann sum fastan lækna. Hann søkti, men annar maður varð settur í staðin. Hetta fekk øði í, og eitt stríð byrjaði, sum ikki endaði fyrr enn í 1955. Støðan var spent, vaktarhald var á sjúkrahúsinum og heima hjá Olafi Halvorsen. Menn vóru vápnaðir, og ansað varð eftir, at myndugleikarnir í Tórshavn sluppu ikki á land. Løgreglan stóð maktarleys og fekk einki gjørt. Landsstýrið bað um hjálp frá donsku stjórnini, sum sendi stórt løgreglulið til Føroya við skipinum Parkeston. Hetta vakti mikla øsing millum manna. Bløðini skrivaðu, at sjálvbodnir úr øllum oyggjunum streymaðu til Klaksvíkar. Sagt var, at okkurt um túsund menn bóru vápn. Ivaleyst skrøggaðu bløðini, men danska stjórnin himpraðist nú og sendi ein ráðharra til Føroya at samráðast. Ímeðan sigldi Parkeston ímillum oyggjarnar við 120 væl vápnaðum løgreglumonnum og hundum. Hóast onkur tilburður var afturat, og klaksvíkingar ikki fingu Olaf Halvorsen aftur, so hæsaði kreppan av, sum frá leið. Olaf Halvorsen fór av landinum í 1955, og Klaksvíksstríðið endaði stutt eftir. Dýragarðar. Á skeltum og í leiðbeiningum fáa fólk, ið hagar koma, at vita um djórini. Dýragarðarnir geva fólki størri fatan av náttúrunnar stórleika og fjølbroytni. Tað eru stívliga 3.000 ár síðan, at teir ráðandi í Kina stovnaðu stóran dýragarð, teir nevndu "Vísdómsgarð". Nú hava flestu stórbýirnir dýragarð, fiskabúr ella dýraverndarøki, har fólk fáa høvi at granska og síggja nógv hundrað dýrasløg. Endamálið við dýragørðum er fyrst og fremst at vísa fólki, hvussu dýrini liva og bera seg at, har tey av røttum eiga at vera. Fólkini, har starvast, gera framúr gott granskingararbeiði og eru virkin í náttúruvernd, tí tey fáa sjáldsom dýr at nørast. Í øllum dýragørðum starvast nógvir dýraansarar, ið ambæta djórunum, dýrafrøðingar, ið granska og hava eftirlit við djórunum, kokkar, bókhaldarar, byggifrøðingar, handverkarar, urtagarðsmenn, dýralæknar og mong, mong onnur. Stjórnin skipar fyri arbeiðinum í dýragarðinum, og har er mikið at takast við. Atgongugjaldið er høvuðsinntøkan, men flestum dýragørðum tørvar fíggjarligan stuðul frá tí almenna. Men fólk eru sera ójøvn á máli, hvønn týdning dýragarðar í veruleikanum hava. Viðhaldsfólk siga, at dýragarðarnir geva fólki møguleika at sleppa nær djórunum, tað hevði teimum annars ikki verið fyri. Tey, ið eru ikki fyri dýragørðum, halda ikki vera rætt at hava djór byrgd inni, tí dýrini hamast burtur, og í vánaligum dýragørðum fáa djórini ikki nóg góða røkt og ov ringt at eta. Kanska er eisini reinførið vánaligt, so dýrini gerast sjúk. Seyskelloyggjar. Lýðveldið Seyskelloyggjar (kreólskt: "Repiblik Sesel", enskt: "Republic of Seychelles", franskt: "République des Seychelles") er oyggjabólkur uttanfyri afrikonsku eysturstrondini. Politikkur. Tað at vera samkyndur er ólógligt. Kvinnur verða ikki nevndar í lógini. Landafrøði. Seyskelloyggjar í Indiahavi eru 92 oyggjar. Fólk býr bara á fáum oyggjum. 80 % av fólkinum búgva á oynni Mahe. Oyggin er 155 ferkilometrar til støddar, t.e. nakað sum Suðuroy (163,7 km²). Búskapur. Landbúnaður, ferðamannavinna og fiskivinna eru mesta vinnan. Gana. Tjóðveldið Gana (enskt: "Republic of Ghana") er eitt land í Vesturafrika. Gana gekk áður undir navninum Gullstrondin, men er nú uppkallað eftir hinum gamla ríkinum Gana. Fleiri enn 50 fólkasløg eru í landinum, hvørt við sínum máli og sínum siðum. Fjølmentast er akanfólkið. Upp í akanfólkið hoyra eisini asantear fyri sunnan, dagombanar fyri norðan og ewenar í Útsynningsgana. Kongsríkið Gana. Kongsveldið Gana var ímillum norðaru partarnar á áunum Senegalá og Nigerá í Vesturafrika. Landið fekk ríkidømi sítt úr gullnámunum har í dølunum. Gamla Ganaríkið og seinni Mali, ríkaðu seg upp av at selja gull, sum gravgangur var eftir í Evropa í 16. og 15. øld. Gullið varð flutt út sum gulldust, fyrst til fólk, sum búðu har ið nánd, seinni við ferðamannafylgi um Sahel og latið í býti fyri salt, kopar og bummull. Høvuðsstaður var Kumbi Saleh. Kongarnir búðu á einari borg. Tá ið teir doyðu, vórðu teir heygsettir. Frælsi. Í 1948 skakaði uppreistur ímóti evropeiska hjálandastýrinum í friðarliga landið Gana. Bretar settu í gildi nýggja stýrisskipan, sum gav afrikanarum avmarkað sjálvstýri. Tjóðfundarfylkingin, ið Kwame Nkrumah (f. 21. september 1909 - d. 27. apríl 1972)) stóð á odda fyri, góðtók at enda lógina og vann valið í 1951. Bara afrikanarar vóru í stjórnini hjá Nkrumah, ið seks ár seinni hevði vunnið landinum fullt frælsi. Men mangir trupulleikar tóku seg upp, og Nkrumah gjørdist alt einaræðisligari, sum tíðin leið. Herurin gjørdi ríkiskvett og setti hann frá í 1966, og síðan hevur herurin havt valdið, undantikin árini 1969 til 1971, tá ið fólkaræðiligt stýri var í landinum. Høvdingarnir vórðu eftir gamlari siðvenju oddamenn í afrikonsku samfeløgunum, og mangan hava teir enn stóra ávirkan á nýggju sjálvstøðugu londini. Búskapur. Gana skuldi verið lutfalsliga ríkt land. Tilfeingið er nógv - olja, gull, aluminiumsmálmur, o.s.fr. Har fruktar væl, fólkið er ungt og eitt hitt best skúlaða í Vesturafrika. Men í mong ár hava politisku viðurskiftini verið ótrygg, lítið hevur fingist fyri útsluttu vørurnar, og fíggjarligt óskil og vanstýri hava steðgað búskaparligu menningini í Gana. Í Gana hava menn fingið nógv gull úr jørðini og fáa tað enn, men meginútflutningsvøran er kakao. Kakao er ovurstór vinna í Gana, og onkuntíð er kakao upp í 80 % av útflutninginum í landinum um árið, men Gana er nú í harðari kapping við grannalandið Fílabeinsstrondina og lond úr Landsynningsasia um altjóða kakaomarknaðin. Gana framleiðir okkurt um triðingurin av øllum kakao í heiminum. Teir fáa eisini nógv jarn og mangan úr jørðini. Mangan er ein málmur, sum teir blanda upp í rájarn, tá ið teir gera tað til stál. Í jørðini eru storar mongdir av reyða leirinum, sum teir kalla "bauxit". Bauxit verður m.a. nýtt at framleiða aluminium við. Haiti. Tjóðveldið Haiti (franskt kreólskt: "Repiblik Ayiti", franskt: "République d’Haïti"), sum er annað landið í oynni Hispaniola, hitt er Dominikanalýðveldið, er fátækasta land í Vesturheiminum. Síðan 1945 varð eisini einaræði í landinum. Frá 1957, til hann doyði í 1971, stýrdi François Duvalier (14. apríl 1907 – 21. apríl 1971), nevndur "Papa Doc" Haiti við harðari hond. Sonurin Jean-Claude Duvalier (f. 3. juli 1951), nevndur "Baby Doc", ið tók eftir hann, gjørdi einki at bøta um støðuna í landinum, og í 1980-árunum kyknaði upp mótstøðurørsla, ið bardist ímóti kúganini og rotinskapinum. Politiskur ófriður er enn vanligur, og landið er blóðfátækt. Søga. Í 1791 gjørdu afrikanskir trælir, við Toussaint Louverture (20. mai 1743 – 7. apríl 1803) á odda uppreistur og feldu franska yvirvaldið. Í mong ár stýrdi eirindaleysi einaræðisharrin François Duvalier, nevndur "Papa Doc", og til 1986 stýrdi sonur hansara "Baby Doc" (Jean-Claude Duvalier) í landinum. Ein av oddamonnunum í rørsluni var katólski presturin Jean-Bertrand Aristide (f. 15. juli 1953). USA gavst at stuðla Haiti, og í 1986 flýddi Duvalier til Fraklands. Eftir tað var eitt hernaðarkvett fyri og annað eftir, men niðurundirkomni búskapurin og vaksandi ófriður trokaðu herin burtur. Í 1990 vann Aristide stórsigur á fyrsta frælsa valinum í søgu Haiti. Fyrsta politiska stig hansara var at koyra fólk úr herinum, men nýskipanir hansara fingu øði í tey ríku, og níggju mánaðir seinni gjørdi herurin aftur kvett, og Aristide fór í útlegd. Raoul Cédras herovasti (f. 9. juli 1949) stóð fyri kvettinum. Umheimurin fordømdi kvettið og ST setti revsiatgerðir í verk, og felagsskapurin av amerikonskum londum viðurkendi ikki hernaðarstýrið. Í 1994 góðkendi ST, at USA stóð fyri einari innrás í landið, ið skuldi seta Raoul Cédras frá. Innrásin var friðarlig. Cédras legði frá sær, og Aristide fekk valdið aftur. Búskapur. Haiti er fátækasta land í Karibia. Sum aðrastaðni í Karibia livir mesta fólkið av jarðarbrúki, men jarðardrottar sita við tí mesta av tí uppdyrkaðu jørðini, og korini hjá tí minna manninum eru ógvuliga fátækslig. Tað nógva av fólkinum dugir hvørki at skriva ella lesa (uml. 50 % av tí samlaðu fólkinum). Mangir haitianar royna at vinna sær pening til lívsins uppihald við at selja ferðafólki handgjørdar lutir, til dømis træskurðir og stráhattar, og eisini bjóða teir seg fram óalment at vísa ferðafólkið í kring. Flestir haitianar eru bøndur og eiga eitt lítið jarðarstykki, har teir dyrka ymiskt til matna og halda geitir. Inntøka er at kalla eingin, og til tess at fáa dyrkilendi fella teir skógin. Ein partur av viðinum verður brendur til trækol og nýttur til brenni á bygd. Geitirnar fara illa við skóginum, ið eftir er. Hildið verður, at triðingurin av jørðini á Haiti nú er oyðilagdur. Voodoo. Mangir haitianar fáast við voodootrúnna (uml. 50 % av tí samlaðu fólkinum), ið hevur røttur aftur í afrikanskar náttúruátrúnaðir og katólska trúgv. Voodoofólkini trúgva á máttmiklar andar, og dansur og tróttugur sláttur á halgar trummur er partur av voodoosiðum. Síðan 1930-árunum hava listamálarar í Haiti verið gitnir fyri sín litfagra, einfalda málningastíl, sum er ávirkaður av prýðingunum í voodootemplum. Kjad. Tjóðveldið Kjad (franskt: "République du Tchad", arábiskt: "جمهورية تشاد") er oyðimarkarland sunnan fyri Libya. Ófriðarligt hevur verið í landinum, og seinastu 30 árini hava verið eitt hernaðarkvett fyri og annað eftir, fleiri ferðir hevur eisini verið borgarakríggj. Í Kjad búgva okkurt um 10 mió. fólk. Fleiri enn 100 mál verða talað. Almennu málini eru tvey í tali, franskt og arábiskt. 61,9 % av fólkinum livir undir fátækramarkinum, ið er 1.25 USA-dollari um dagin. Landafrøði. Turkur rakar milliónir í Kjad. Stórir partar í Kjad eru Saheløki. Sahel er heita, turra økið ímillum Saharaoyðimørkina fyri norðan og savannuna fyri sunnan og tvørtur um alt Afrika. Turkur. Seinastu árini hevur hungursneyð og turkur gingið á Kjad, ið er land við sjáldsomum og gomlum siðum. Hungursneyðin í Kjad er úrslitið av eini røð av viðurskiftum, ið samanlagt hava ført til álvarsliga matvørukreppu. Her er javnan turkur, og tað hevur verið Kjad ein vanlukka, tí landbúnaður er mestsum einasta vinna, ið er. Meiri enn sjey milliónir fólk hava trupulleikar við at fáa reint vatn at drekka, og meiri enn fimm milliónir onnur hava tørv á hjálp orsakað av turkinum. Kjadvatn var fyri øldum síðan ovurstórt vatn og var langt inn í tað, ið nú eru Kjad, Niger og Kamerun. Fyrr runnu stórar áir í vatnið, men seinastu 10 000 árini er veðurlagið vorðið turrari, og vatnið fjarar alsamt. Hetta ger, at nógv minni matur er til fólkið, sum livir av at fiska í Kjadvatninum. Nógv grønmeti og frukt verða dyrkað í fruktagóðu jørðini fram við Kjadvatni, til dømis grasker. Veðurlagið. Veðurlagið í Kjad er sera eins alt árið, tí hvør dagur er sólardagur, og hvør dagur er regnleysur. Í teimum flestu støðum ganga fleiri ár ímillum hvørt ælið. Men kemur endiliga eitt æl, er tað ikki við mýkindum, tí tá glymur regnið av himli sum undan einum áarfossi. Henda nógva væta setur tá niður í jørðina ella fer sum áarstreymur oman í dalarnar. Fólkið. Eitt av fjølmongu fólkasløgunum í Norðurkjad er arabiskt-muslimska fólkið, "kanimbo", ið er eitt av flakkfólkunum í Sahel. Stórur partur av fólkinum í Kjad livir sum flytifólk. Flytifólkið kallar seg "beduinar", sum merkir "fólkið í oyðimørkini". Flytifólkið hevur geit, ásin, kamelar og seyð, sum tað flytir við sær av einum beiti á annað. Teir búgva í tjaldi, sum er gjørt av 40-50 geitaskinnum, ið eru spent niður í streyrar, sum standa niður í jørðina. Nakað av fólkinum í Kjad er fastbúgvandi og býr í oasunum. Tey gera hús av leirsteini, sum teir turka í sólini. Norðari partur í Kjad er heilt norður at arabiska Norðurafrika, tí er mentanin í landinum blandingur av afrikanskari og arabiskari mentan. Kamerun. Tjóðveldið Kamerun (franskt "République du Cameroun", enskt "Republic of Cameroon") er eitt land í Miðafrika. Mong fólkasløg búgva í Kamerun, og landslagið er margbroytt. Í norðri hevur Kamerun mark við Kjad og Nigeria, í eystri við CAR, í vestri við Nigeria, og í suðri við Kongo, Gabon og Ekvatorguinea. Fólkatalið í landinum er 20,5 millionar. Høvuðsstaðurin eitur Yaoundé. Í Miðafrika báðumegin miðkring eru tað stóru, grøðiligu regnskógirnir og ovurstóra Kongoá, sum eyðkenna landslagið. Tað var her, ræðuligi trælahandilin, ið evropearar settu í verk, byrjaði í 14. øld, síðst í 19. øld vórðu øll londini í Miðafrika evropeisk hjálond. Politikkur. Í Kamerun hava politiksu viðurskiftini verið trygg. Í hesum øki, sum hevur havt stórar trupulleikar, síðan tað loysti frá hjálandaharrum sínum, hevur Kamerun gingist betur enn flestum londum her, skilagóðum stjórnarpolitikki fyri at takka. 32,1 % av fólkinum eru ikki lesifør og 30 % av fólkinum er arbeiðsleys. Landafrøði. a> hvørvur, tí fólk skulu hava okkurt at brenna. a> í Kamerun. Her er talan um oljudálkingarvenjing. Við strondina er slættlendi, og har regnar illa, norðari er hálendi og minni avfall, og norðast er ein smalur geiri heilt norður at mýrunum við Kjadvatn. Veðurlag. Tropurnar eru har, sum heitast er, og har sum sólin stavar beint niður á jørðina. Orðið tropur merkir heitt veðurlag. Mitt í tropunum á ekvatorleiðini er bæði nógvur hiti og nógv avfall. Á ekvatorleiðini kemur sólin upp kl. 6 hvønn morgun og fer niður kl. 6 hvørt kvøld. Tá ið sólin kemur upp um morgunin, er himmalin heiður, turt og sólskin, hitin er eini 28-32 °C (82-89° í miðal hvønn einasta dag. Tá ið komið er út um middag, tjúknar hann av, og regnið fer at oysa. Hetta regn heldur á einar tríggjar-fýra tímar, so tynnir hann aftur í luftina, og teir seinastu tímarnar av degnum er aftur klárur heiður, ikki skýggj fyri sól. Í tropunum er miðalhitin tann kaldasta mánaðin í árinum minst 17 °C. Í tropunum frystir hann ongantíð, og kavi er ikki at síggja. Búskapur. Mestu inntøkurnar í Kamerun eru av olju og øðrum náttúrutilfeingi, til dømis aluminiumsmálmi, gulli og jarni. BTÚ fyri hvønn íbúgva í landinum er $ 2300 (11 860 DDK). Skógarvinna. Skógarvinnan í Kamerun vindur upp á seg. Har eru stórir regnskógir, og landið flytur út mahogni, íbinholt og tekk. Ein meinbogi fyri skógarvinnuna er, at vegakervið er vánaligt, og í regntíðini er næstan ikki framkomandi. Regnskógurin hvørvur. Regnskógirnir, har apurnar halda til, verða høgdir og minka skjótt. Nýgróðursett trø verða skjótt høgd aftur at fáa til dømis timbur, so tey gagna lítið sum tilhald hjá plantum og djórum. Nógv apusløg eru hótt. Tær liva í flokkum og berjast av og á við flokkar í grannaøkinum. Sjimpansurnar halda til langt inni í regnskógunum í Kamerun. Hildið verður, at tilsamans eru 35 000 frælsar sjimpansur, og eru tær spjaddar ógvuliga víða. Stór, ónomin øki í Kamerun verða oyðiløgd, tí tørvurin á brenni og viði er stórur. Nú eru tó nógv øki friðað sum dýraverndargarðar at verja dýralívið. Koruptjóðgarðurin í Vesturkamerun er helst seinasta økið í Kamerun, har regnskógurin hevur fingið frið. Tað eru ótrúliga mong djórasløg í Kamerun. Í regnskógunum eru til dømis sjimpansur og gorillur. Ídnaður. Sum í grannalondum sínum fyri sunnan, Kongo og Gabon, hevur landið vunnið nógvan pening av olju og hevur brúkt hann at menna ídnaðin. Landbúnaður. Flestir bøndur í Kamerun velta bæði til sín sjálvs og at selja, hava tað, vit rópa sjálvbjargnisbúnað og marknaðarbúnað. Í Norðurkamerun, har lítið avfall kemur niður, er vanligt at dyrka "hirsu". Hirsa, ið er korn, veksur væl, hóast jørðin ikki er so góð, og veðurlagið er rættiliga turt. Hirsa verður m.a. nýtt til at bryggja øl. Tá verður kornið turkað og malið og latið í stórar krukkur og sett at gera. Í Kamerun hava tey eisini lagt seg eftir at dyrka fjølbroytta marknaðargrøði at flyta út, til dømis oljupálmar, kaffi og bananir. Fólk. Fleiri enn 250 fólkasløg og ættarbólkar eru í Kamerun, og fáastaðni í Afrika eru so mong fólkasløg og mentanin so fjølbroytt. Fyri norðan eru muslimsk flakkfólk, til dømis "fulaniar", fyri sunnan eru skógarfólk, ið trúgva á afrikanskar náttúruátrúnaðir. Flestu fólk eru trúfastir bøndur, ið halda neyt og dyrka nóg mikið til egna nýtslu. Bydirnar eru smáar, ofta bara nøkur fá húski. Húsini eru bygd av greinum, sum eru stungnar niður í jørðina og samanbundnar í erva. Greinarnar eru taktar uttan við grasi og leyvi. Miðallívsævin í landinum er 54 ár. Í 2009 vóru í Kamerun fráboðaðir 610,000 tilburðir av eyðkvæmi. HIV-virus elvir til eyðkvæmi, og eyðkvæmi er navnið á sjúkuni, tá ið hon er brotin út. Tað kunnu taka nógv ár, frá tí at tú ert vorðin smittað, til sjúkan kemur so nógv fyri seg, at sjúkueyðkenni vísa seg. Hóast eingi sjúkueyðkenni eru, kann tann, ið er smittaður, smitta onnur. Átrúnaður. Hagtølini eru grundað á CIA World Factbook (2009). Lutheranisma. Tann evangelisk-lutherska kirkjan í Kamerun hevur 320 000 limir. Hetta er tríggjar ferðir so nógv sum fyri sløkum 20 árum síðani. Fyrst í nítiárunum hevði kirkjan umleið 100 000 limir. Tá virkaði kirkjan í nøkrum landspørtum, serliga í Adamaoua-økinum. So við og við hevur kirkjan stovnað kirkjulið í flestu stóru býunum í landinum. Orsøkin til vøksturin og útbreiðsluna av kirkjuni, er millum annað, at limir, ið eru fluttir, hava stovnsett nýggj kirkjulið í nýggjum økjum. Í alt telur kirkjan í dag 1 500 kirkjulið. Mentan. Kamerun hevur ríka og ógvuliga fjølbrotta mentan. Tónleikur. Í Kamerun er trumman mest týðandi ljóðførið. Her, eins og syðri og eystari í Afrika, eru tað ofta dansifólk og tónleikafólk, ið spæla, tá ið veitslur eru. Allastaðni í Kamerun hoyrir tú tónleik, sum verður leiktur á alskyns fólkatónleikaraljóðføri. Best umtókta kamerunska tónleikagreinin er "makossa", sum er blandingur av rútmukendum afrikonskum tónleiki og soultónleiki, ið er óførur at dansa eftir. Makossa er yndistónleikur fólksins í øllum Miðafrika. Fótbóltur. Eftir at hava staðið seg væl í kappingum um afrikameistaraheitið og í heimsmeistarakappingini, er kamerunska landsliðið í mansfótbólti vorðið eitt tað besta í Afrika. Fólkið í Kamerun er heilt burturhugað í fótbólti, og bæði í matarløtum og um kvøldið eftir arbeiðstíð spæla fólk fótbólt allastaðni, har lendið er so frægt slætt, at tey fáa spælt. Ekvador. Tjóðveldið Ekvador (upprunaheiti: "República del Ecuador") er eitt land í Suðuramerika. Í norðri hevur Ekvador mark við Kolumbia, í vestri við Kyrrahav, og í suðri við Perú. Til Ekvador hoyra eisini Galapagosoyggjar, tær eru 1.000 km úti í Kyrrahavi. Fólkið í Ekvador er nógv blandað, tíggjundaparturin er hvítur, hitt eru mesitzar, blámenn og indiánar. Tó at hvítu eru so lítil partur av fólkinum, sita teir kortini við ræði, og stýrislagið er tað sama sum í hinum londunum í Suðuramerika. Bruttotjóðarúrdrátturin fyri hvønn íbúgva: 3 300 USA dollarar (17 000 DDK). Navn. Landið eitur eftir miðkringi, sum verður nevndur "ekvador" á fremmandum málum. Áðrenn spaniólar komu. Í árinum 1400 e.Kr. tóku inkarnir landaøkið. Aymaraindiánar vórðu limaðir í stóra inkraríkið, "Tawantinsuyo", sum í stórveldstíð síni rakk frá Kili í suðri til Ekvador í norðri. Politiski og samfelagsligi bygnaðurin hjá inkum og aymarum var sera líkur. Aymarar vóru einastu av mongum fólkasløgum, ið inkar tóku, ið varðveittu mál sítt og politiskan bygnað. Spanska hertøkan. Tað, at evropearar funnu Ekvador, bar í sær spanska hertøku og harðan ágang á fólkið har. Í allari hjálandatíðini var ræði kirkjunnar ovurstórt. Kirkjan legði undir seg stór jarðarlendi og eisini indiánska arbeiðsmegi, og hon gekk undan í tøku av jørð. Sløk hundrað ár eftir, at spaniamenn komu til Ekvador, vóru 90 % av indiánska fólkinum deyð. Høvuðsatvoldin var sjúkur, ið evropearar bóru við sær, til dømis meslingar og pokur. Politiska støðan. Nógv umhvørvisstríðsfólk hava fingið deyðshóttanir og eru álopin av vápnaðum monnum, í nøkrum førum av vápnaðum herliðum. Tíðliga í 2008 bleiv ein bólkur handtikin og ákærdur fyri atsóknir og harðskap móti vápnaðu herliðunum, men øll vórðu seinni latin leys orsakað av vantandi prógvum. Esther Landetta hevur verið oddakvinna í tveimum bólkum, sum stríðast fyri at verja áirnar Gala, Chiko, Tenguel og ánna Siete í Guayas-landspartinum við at skjalprógva og almannakunngera dálkingina av hesum áum. Landetta er eisini limur av einum kvinnubólki fyri mannarættindi - "Women Defenders of the Pachamama Front". Landetta, sum er leiðandi limur av tveimum felagsskapum, sum finnast at óregluligum minuvirksemi, ið hótta heilsuna og vinnumøguleikarnar hjá fólki á staðnum, hevur orsakað av deyðshóttanum verið noydd at goyma seg saman við børnum sínum. Orsakað av hesum hava myndugleikar á staðnum byrjað kanningar av m.a. dálking, sum námsrakstur hevur havt á áirnar í apríl í 2008. Síðani tá hevur Landetta verið fyri grovum hóttanum og eini deyðshóttan 12. juli í 2008. Hon hevur søkt um almenna verju. Landafrøði. a> eftir verum við gomlum uppruna. Ekvador er lítið land í Suðuramerika, og landslagið er ógvulig fjølbroytt. Á eini ferð bara 200 km. inni í landinum fert tú úr láglendinum við strondina, har nógv avfall er, upp í kalda hálendið í Andesfjøllum og oman aftur í tropiskar regnskógir eystan fyri fjøllini. Fram við strondini eru mýrar, har vaksa mangrovutrø, sum tola sjógv. Hetta gróðrarlendið gagnar fólkinum væl, úr mangrovutrøunum fæst viður til brenni og byggitilfar, og fiskur, krabbadýr og skeljafiskur, ið liva her, eru týdningarmikil føði hjá fólkinum. Býir. Høvuðsstaðurin eitur Quito, hann er beint undir ekvator (miðkring), men av tí hann stendur so høgt, 2850 m. yvir havinum, kennist veðurlagið rættiliga svalligt. Í býnum møtast nýggja og gamla tíðin. Nógv av húsunum eru elligomul, og vegirnar eru krókutir og smalir, men har koyra bussar, bilar og sporvognar, og tey sum hava ráð hava somu hentleikar sum fólk á okkara leið. Størsta skipahavnin eitur Gayaquil, har verður meginparturin av tí, landið hevur at selja, fermdur. Galapagosoyggjar. Langt úti (umleið 1000 km.) í vesturi í Kyrrahavi eigur Ekvador nakrar oyggjar, sum nevnast Galapagosoyggjar. Har er eitt so óføra stórt skjaldbøkuslag. Tær størstu kunnu viga upp í 500 kg., og summar verða 400 ára gamlar. Ovurhonds stóra skriðdjórið hevur verið illa fyri, tí sjófólk hevur havt hund, rottu og onnur djór við sær á Galapagosoyggjarnar, eystarlaga í Kyrrahavi. Hon er nú alfriðað. UNESCO hevur koyrt Galapagos á listan yvir støð í vanda fyri umhvørvisoyðilegging. Gosfjøll. Í Ekvador eru fýra kendar gosfjallarøðir, sum allar eru partur í Andesfjøllum. Minst tíggju fjøll í hesum røðum goysa enn. Eitt hitt kendasta er Cotopaksifjall, tað er 5897 metrar høgt og er ímillum hægstu gosfjøll í heiminum. Seinast, tað goysti, var í 2010. Ídnaður. Nógv olja og gass eru í Ekvador, og næstan helvtin av útflutningsvirðinum er av hesari vinnu. Landbúnaður. Fyrst í 1980-árunum bygdi búskapurin í Ekvador á tríggjar landbúnaðarvørur - kakao, kaffi og bananir. Nú er vinnuvegurin ikki so eintáttaður longur, men enn arbeiðir ein triðingur av fólkinum í landbúnaðinum. Fiskiskapur. Fiskivinna er týðandi vinnuvegur, mest verður veitt av sardinum, rækjum og tunfiski. Rættiliga nýggj útflutningsvøra eru nývaksnar blómur, til dømis nelikar, rósur og statisur, ið verða fluttar út til Evropa og USA. Rækjur eru vorðnar týðandi útflutningsvøra, og stórar rækjualistøðir hava veitt túsundtals fólki arbeiði. Men vansin við alingini er, at hon fer illa við viðbrekna mangrovulendinum. Panamahattur. Kendi "panamahatturin" hevur ongantíð verið gjørdur í Panama. Hann er úr Ekvador, men var í fyrstuni gjørdur sum søluvøra til Panama, av tí er navnið komið. Tríggjar mánaðir varir tað at gera ein fyrsta floks hatt. Fólkið. Børn í eini bygd í Eysturekvador. Fólkið kann býtast í tríggjar høvuðsflokkar - upprunaliga indiánska fólkið, efitkomarar hjá evropeiskum niðursetufólki og fólk av ymiskum uppruna ("mestizar"). Í seinni árunum hava teir lagt vegir um Suður- og Norðuramerika, og fleiri av hesum vegunum ganga um Ekvador. Annars er tað líka vanligt ella vanligari, at fólk í Ekvador ferðast við flogfari enn við bili ella toki. Upprunafólkið. Upprunafólkið í Ekvador er indiánar. Nú eru fjarskotnir og fáir ættflokkar eftir, sum liva eins og fedrar teirra gjørdu. Á skógunum á eystursíðuni á Andesfjøllunum livir eitt indiánafólk, sum kallast "jivaroindiánar". Teir hava verið grummir av skapi, og hini indiánafólkini hava ræðst teir. Sum vápn brúktu teir blásirør og nálir við eitrandi oddi. Høvdini av teimum, teir drupu, turkaðu teir og viðgjørdu, so tey vóru sum stór dukkuhøvd, teyggjaðu tey so upp undir beltið sum sjónligt prógv um, hvat dugur var í manninum. Í býnum Otavalo, høgt uppi í Andesfjøllum, býr tað indiánska fólkið, ið er eina best fyri í Suðuramerika. Otavaloar veva teppi, regnkápur, nevndar "ponchoir", máttur og mangt annað, sum teir selja ferðafólki og flyta út til alt Evropa, USA og Suðuramerika. Eftirspuringurin eftir hesum vovnu vørum er so mikil, at nú verður nógv hópvirkað, og teir nýta tilgjørdan tráð, tilgjørt litevni og maskinvevar. Inntøkurnar hava við sær, at otavaloindiánarnir kunnu verja mentan sína og liva, sum teir hava gjørt leingi. Ferðafólki dámar so væl marknaðin í Otavalo, at hann nú er á øllum fimm torgunum í miðbýnum. Átrúnaður. Ekvador er eitt katólskt land, men hevur ikki altíð verið tað. Hóast Ekvador er katólskt land, eru gamlir átrúnaðarsiðir ikki heilt gloymdir. Galapagosoyggjar. Galapagosoyggjar (Spanskt "Archipiélago de Colón") er oyggjabólkur uttanfyri suðuramerikonsku vesturstrondini. Eins og fleiri plantu- og djórasløg bert eru á Galapagosoyggjum, soleiðis er eisini við fiskasløgunum. Síðan ferð og ferðasøgn Darwins hevur áhugin fyri Galapagosoyggjum verið støðugt vaksandi millum vísindafólk. Nú í tíðindi verða gjørdar víðtøknar vísindaligar rannsóknir, har hópur av altjóða serfrøðingum taka lut. Ein miðdepil fyri slíkari gransking er "Charles Darwin Research Station" á oynni Santa Cruz. Har kanst tú fáa kunnleika um fjølbroyttu rannsóknirnar, ið fara fram á oyggjunum, sum síðan 1979 hava verið alfriðaðar. Náttúra. Navnframu Galapagosoyggjar vóru í 2011 fyri stórari oljudálking. Á Galapagosoyggjum eru 250 ílend sløg av blómuplantum, uml. 67 ílend fiskasløg og 28 ílend sløg av búfugli. Verndarøki. Galapagos er í dag ein tjóðgarður. Fyri at avmarka ferðafólk, er tað kostnaðarmikið at sleppa í land á Galapagos. Nógvar ymsar reglur eru settar fyri, hvat ferðafólk kunnu loyva sær at gera, m.a. er tað als ikki loyvt at nerta djórini, serligar reglur eru settar fyri, hvar man kann ganga, og at ferðafólk als ikki mugu taka nakað úr náttúruni. Menningarlæran. Hesar gosoyggjar vóru eitt rannsóknarøkið, ið var so forvitnisligt, at tað fekk Charles Darwin at menna ástøði sítt um lívfrøðiligu menninga hjá dýrasløgunum og skriva kenda verk sítt "Theory of Evoloution". Her var tað, Charles Darwin varnaðist tað ómetaliga margfeldi, ið kyknar upp í náttúruni og alsamt broytist alt eftir umhvørvinum, hann rakti við, at hvør oyggj hevði sítt heilt serstaka dýralív, sum var ymist frá hinum oyggjunum. Dálking. UNESCO hevur koyrt Galapagos á listan yvir støð í vanda fyri umhvørvisoyðilegging. Oljudálkingin í 2001. Tann 16. januar 2001 fór tangaskipið "Jessica" á land nær havnina við Puerto Baquerizo Moreno á oynni San Cristobal. Umborð vóru umleið 1.000 tons av olju. Meginparturin av hesi olju lak út í havið tær komandi tvær vikurnar. Vandin fyri hervarligari umhvørvisvanlukku var ovurstórur, men góð streym- og veðurviðurskifti forðaðu hesum í stóran mun. Stórur partur av oljuni rak til havs. Eisini guvaði meginparturin av dieseloljuni burtur í nógva hitanum, áðrenn hon elvdi til skaða. Við skipið og har í nánd doyðu tó ymisk dýr so sum t.d. pelikanir, sjóleyvur, súlur, igulker, fiskur, umframt grøntarar og reyðtarar á strondini. Samskipanin millum felagsskapir, fiskimenn, ferðavinnu, stovnar og myndugleikir virkaði so mikið væl, at nógvir oljudálkaðir fuglar vórðu bjargaðir við tað, at teir vóru viðgjørdir á staðnum ella á viðgerðarstovu. Vandin fyri at hóttafall kundi koma t.d. á tey heilt sjáldsomu djórasløgini so sum galapagospingvinina og lavamásan, minkaði tíbetur skjótt, tí fyribyrgingararbeiðið gekk so mikið væl. Bókmentir. Umframt tær mongu frøðibøkurnar, ið eru til skjals um hesar navnframu oyggjar, so er eisini nakað av føgrum bókmentum, ið umrøða oyggjarnar ella hava tær sum leikpall. Norðmenn gjørdu rannsóknir og royndu at búseta seg har í 1925. Tað er umrøtt í bókini "De Forheksede Øer" eftir Alf Wollebæk, ið savnaði djór inn fyri Zoologisk Museum í Oslo. Bókin kom út á Cappelens Forlag í 1934. Tað kann hugsast, at henda norska niðursetingin er íblástur til skaldsøguna eftir Johan Falkberget, Den Nye Bør Børson Jr., ið er prentað sum framhaldssøga í norska blaðnum Magasinet fyrstu ferð í nr 42 í 1957. Í 1996 kom út spennandi skaldsøga eftir Jytte Borberg, "Verdens Ende", á forlagnum Munksgard Rosinante. Bókin byggir á brotsmálakendar og gátuførar frásagnir um týskarar, ið seta seg niður á oynni Floreanu í 1929. Swangah. Swangah (fyrr Swangah Dangah) er ein føroyskur rappbólkur. Bólkurin er stovnaður av nøkrum ungum dreingjum, sum eru vaksnir upp í sama grannalagi uppi í Svanga í Havn. Navnið á tónleikabólkinum sipar til navnið á grannalagnum. Swangah hevur útgivið tríggjar fløgur tilsamans, harav tann fyrsta er undir navninum Swangah Dangah, meðan tvær tær næstu eru undir navninum Swangah, Swangah Dangah gav út sína fyrstu fløgu tann 4. november 2011. Næsta útgávan Undirgangstónar bleiv útgivin 28. juni 2013, og við hesari útgávu broytti og stytti bólkurin navn sítt til Swangah. Triðja útgávan varð útgivin tann 14. juli 2017, og var hetta eisini undir navninum Swangah. Manningin í Swangah hevur síðan 2019 fyriskipað tiltakið iLLtonkt, sum er ein sending og platformur, har fólk munnhøggast og rappa. Svangah hevur samstarva við fleiri aðrar tónleikarar, á stakløgum, á fløguni Undirgangstónar og í samband við iLLtonkt. Hetta er eitt nú Fríði Djurhuus (Joe úr Joe and the Shitboys), Marius Dam Christophersen (Marius DC), Beinir Troest (Beinir) við fleiri. Umvegis iLLtonkt hevur Swangah eisini samstarva við Erik Klein (Ghost Notes), sum hevur gjørt løgini til inngangin til sendingarnar, umframt at Klein eisini hevur gjørt tónleikin til onkur av løgunum hjá bólkinum. Simbabvi. Tjóðveldið Simbabvi (enskt: "Republic of Zimbabwe") eitur eitt land sum liggur í sunnara parti av Afrika. Har búgva umleið 12,6 mió. fólk. Fyrr kallaðist landi Rhodesia. Høvuðsstaðurin eitur Harare. Navnauppruni. Simbabvi gekk áður undir navninum "Rhodesia", men er nú uppkallað eftir hinum gamla ríkinum Simbabvi Mikla. Simbabvi var einaferð partur í stórum handilsveldi. Fyri mongum hundrað árum síðan fluttu simbabviskir keypmenn út gull og kopar til bæði Kina og India. Miðdepil í hesum ríki var Simbabvi Mikla ("hús høvdingans"), ið var mikil granittborg, haðan Simbabvi tók sær navn sítt, tá ið landið gjørdist sjálvstøðugt í 1980. Harare. Størsi býurin og høvuðsstaðurin er Harare. Høvuðsstaðurin í Simbabvi verður kallaður "býurin við teimum blómandi trøunum", tí at allastaðni fram við breiðu vegunum eru gróðursett trø og runnar. Áður æt býurin "Salisbury", men tá ið landið tók sjálvstýri, varð navnið broytt til Harare eftir høvdinginum Neharare, sum ráddi har, áðrenn evropear komu og løgdu landið undir seg. Nú er hesin vakri, nýmótans býurin miðdepil í landinum. Viktoriafossur. Har ið Zambesiá rennur eystur eftir á markinum ímillum Simbabvi og Sambia, stoytir hon seg brádliga niður í eina tronga gjógv, ið er 128 metrar djúp. Tjúkka támið og mikla fossadunið síggjast og hoyrast einar 40 km. frá fossunum. Fólkið, ið býr við fossarnar, rópar fossarnar "mosi-oa-tunya", "támið, ið dunar", men í útheiminum verða teir róptir Viktoriufossar. Náttúra. Regntíðin í Simbabvi er ikki eins til longdar, og tí er vøksturin eisini ójavnur. Vøksturin er ramastur nærri skóginum og verður minni, longur ið frá honum kemur. Uttan fyri savannuna er steppan. Steppan er har, sum regnið er meira óálítandi, og vøksturin er hareftir. Savannan tekur umleið helmingin av øllum lendi í Simbabvi. Savannan er besta dyrkilendi í Afrika. Savannan er eisini tilhaldið hjá teimum stóru og nógvu súgdýrunum. Nasahornið, fílurin og áarhesturin halda til á vátlendum nærhendis áunum. Inni á fløtunum ganga t.d. búflar, sebrur, giraffar og antilopur, hesi dýrini eru beinlong og góðir rennarar, sum í turrtíðini fara um víðar fløtur at fáa sær drekka og mat. Rovdýrini tróta heldur ikki, har eru leopardar, hýenir, sjakalar og leyvur. Stórdýrini í Simbabvi eru nógv fækkað hesa seinastu øldina, tí dúgliga hevur verið veitt, serliga hava ríkmenn úr Evropa farið stuttleikaferður suður á savannuna í Simbabvi við byrsu. Nú hava menn roynt at friða summi dýrasløg undan týning og eisini friðað stórar víddar fyri alla skjóting. Á savannuni í Suðursimbabvi eru eisini nógvir sjáldsamir fuglar. Har gongur eisini hin hábeinti strutsurin sum menn vóru so grammir eftir, tá ið tað var móti at ganga við strutsafjøður í hattinum. Har eru eisini gribbar, ørnir, storkar, flamingoar og eitt ótal av sangfuglum. Krokodillurnar liva í áunum, og eiturflugurnar í vátlendinum og deyðagrasinum. Eiturflugurnar smitta fólk við t.d. malariu og sovisjúkuni og dýrini við dýrasótt. Simbabvi Mikla. Borg úr Simbabvi Mikla. Viggavaksna tornið var heilt innan. Býarmúrarnir vóru úr stórum granittklettum. Nú á døgum siga óførar toftir frá Simbabvi Mikla, sum var ein týðandi politiskur, handilsligur og átrúnaðarligur miðdepil, sum blómaði sunnarlaga í Afrika í árunum 1000-1500. Tað ríkaði seg av neytahaldi og handli við jarni, gulli og kopari. Tey komu við vøruni til havnina í Mosambik. Haðani fór hon við skipi norðureftir fram við eysturstrond Afrika til Arábia. Umboðsmenn úr Simbabvi vórðu eisini sendir í fjarskotin lond við gávum til fremmandar valdsharrar, sum teir vildu hava gott handilssamband við. Í 9. øld livdi eitt fólk, sum dyrkaði jørðina og helt fenað, á víða Simbabvislættanum ímillum áirnar Sambesi og Limpopo sunnarlaga í Afrika. Tey komust eftir, at til bar at vinna gull úr námum tætt við. Tey fóru at selja gull í grannalondunum, og í 13. øld varð kopar og gull flutt út til Árabia og tvørtur um Indiahav til Asia í býti við aðra vøru, til dømis postalín úr Kina. Summir afrikanarar nýttu postalínskúvingin sum gjaldoyra. Valdhavarnir í Simbabvi fingu stóra inntøku av handlinum og fingu á føtur og bygdu eitt máttmikið og múgvandi ríki. Í 12. øld fóru simbabvar at laða stórar grótgarðar, "masimbabve". Tá vórðu laðaðir tjúkkir múrar við stórum tornum uttan um gomlu garðarnar. Menn, vápnaðir við spjótum og skjøldrum, vardu býarmúrin. Býarmurarnir vóru úr stórum granittklettum. Ta tíðina var býurin týðandi politiskur, handilsligur og átrúnaðarligur miðdepil. Valdhavin og fólk hansara búðu í rundum hálmtaktum húsum innan fyri býarmúrin. Høvuðsborgin í Simbabvi varð bygd eftir 400 árum. Seinni rýmdu fólkið úr henni, tí at markirnar har í kring vórðu ikki nóg fruktagóðar at breyðføða fólkið. Fuglar úr skornum fitisteini stóðu á súlum í eini girðing við borgina í Simbabvi. Ein av hesum fuglum gjørdist tjóðarmerki hjá ríkinum Simbabvi, tá ið apartheidstýrið hjá teimum hvítu fall í 1980. Einaræði. Robert Mugabe hevur havt valdið í Simbabvi, síðani landið fekk sjálvsstýri frá Stórabretlandi í 1980. Mugabe hevur seinnu árini veruliga foldað seg út sum einaræðisharri. Forsetaval var í Simbabvi tann 21. mars í 2008. Úrslitið, sum kom tann 2. mai 2008, vísti, at andstøðuvalevnið, Morgan Tsvangirai, hevði vunnið á Robert Mugabe. Men Mugabe toldi illa at tapa. Hann noktaði at lata landið frá sær aftur og byrjaði ístaðin at ognartaka alla jørð, sum útlendingar átti í Simbabvi. Jørðina gav hann sínum viðhaldsfólkum, sum um sama mundið forfylgdi og myrdi frá hond. Fólk í túsundtali eru flýggjað undan Mugabe seinnu árini. Síðani 1988 er miðallivialdurin í Simbabvi lækkaður frá 62 ár til 38 ár. Mannarættindi. Simbabvi hevur givið øllum hjálparfelagsskapum í landinum boð um at steðga arbeiðnum. Nógv mannarættindastríðsfólk eru eisini blivin burtur. Broderick Takawira og Jestina Mukoko vóru millum tey umleið 30 mannarættindastríðsfólkini og politisku stríðsfólkini, sum vórðu hildin ólógliga aftur. Nøkur teirra eru ákærd fyri at hava biðið fólk at fara til hernaðarliga útbúgving í Botsvana. Onnur eru ákærd fyri at hava bumbað løgreglustøðir í høvuðsstaðnum Harare umframt eina jarnbreyt. Tey vísa øllum ákærum frá sær. Kvinnurættindi. Magodonga Mahlangu úr Simbabvi hevur fingið Robert F. Kennedy Human Rights Award. Síðani februar 2003 eru limir í kvinnubólkinum Women of Zimbabwe Arise (WOZA) blivnir handtiknir fleiri ferðir av løgregluni í Simbabvi, meðan tær friðarliga hava mótmælt støðugt versnaðu sosialu og fíggjarligu viðurskiftunum umframt mannarættindastøðuni í landinum. Viðferðin, sum limirnir í kvinnubólkinum WOZA eru fyri, vísir støðugt versnandi tolsemið hjá myndugleikunum mótvegis friðarligum almennum mótmælisgongum, sum havast at politikkinum hjá stjórnini í Simbabvi. Harumframt setir hetta fokus á brotsliga nýtslu av lóggávuni. Her verður serliga hugsað um, at "Public Law and Security Act and Miscellaneous Offences Act" verða nýttar saman, og hetta loyvir tilvildarligum handtøkum, og at fólk verða hildin aftur, og hetta ger tað eisini møguligt fyri løgregluna at fremja fleiri onnur mannarættindabrot. Eftir eina friðarliga mótmælisgongu í býnum Bulawayo í mai 2000, har kvinnubólkurin vildi mótmæla móti hækkanum í skúlapeningi, vórðu fleiri hundrað limir av WOZA og umleið 70 skúlabørn handtikin. Bólkurin varð seinni ákærdur fyri "atferð, sum kann hava við sær brot á friðin". Sum skilst blivu tveir WOZA-leiðarar hóttir av einum løgregluovasta. Tann 31. mars í 2005, tá val var til lóggávutingið, handtók løgreglan umleið 200 kvinnur, tá limir av WOZA royndu at halda náttarvakt við bøn og livandi ljósi eftir valið í høvuðsstaðnum Harare. Tær handtiknu, herímillum nakrar mammur við pinkubørnum, vórðu hildnar aftur gjøgnum náttina undir opnum himli á einum torgi. Sambært frágreiðingum segði løgreglan við kvinnurnar, at um tær játtaðu seg sekar í nøkrum minni brotum á "Miscellaneous Offences Act", kundu tær rinda eina bót og verða leyslatnar aftur. Um tær noktaðu at gera hetta, skuldu tær verða hildnar aftur alt vikuskiftið og verða ákærdar eftir "Public Law and Security Act". Allar kvinnurnar, harav fleiri vóru eldri ella skaddar ella høvdu pinkubørn við sær, játtaðu at rinda bøturnar. Enn einaferð bleiv "Miscellaneous Offences Act" nýtt til at fáa fólk at játta seg sek og til at lógliggera tilvildarligar handtøkur, og at fólk tilvildarliga verða hildin aftur. Hesi hagtøl eru bara toppurin av ísfjallinum. Harðskapur móti kvinnum verður mangan ikki fráboðaður, tí kvinnurnar skammast ella vænta, at eingin trýr teimum, ella tora tær ikki, tí kanska verða tær tá fyri uppaftur meira harðskapi. Samkynd. Í Simbabvi er tað at vera samkyndur eitt brotsverk, ið revsast á jøvnum føti við neyðtøku og annan kynsligan ágang. Fátækradømi. Ein nýggj frágreiðing hjá ST kemur til ta niðurstøðu, at 1,7 milliard fólk kring heimin eru fátæk. Samstundis hevur ST gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu framkomin tey ymsu londini kring heimin eru. Danmark er á 19. plássi, og Simbabvi er niðast. Eyðkvæmi. Tey eru tað fólkaslag, sum eru svárast rakt av sjúkuni AIDS - 3 hvør vaksin er smittaður av hesi herviligu sjúku, soleiðis at miðalaldurin er 35 ár. Umleið 1,5 mió. børn undir 15 ár eru vorðin faðir og móðurleys. Búskapur. Mangir teirra eru bøndur, men alt fleiri og fleiri gerast ídnaðarverkafólk. Virðisminkan. Inflatiónin á 3714 % er heimsins hægsta, og summar fyritøkur gjalda tí løn í mati heldur enn í pengum. 100 milliónir simbabviskir dollarar (ZWL) eru ikki verdir meira enn umleið hundrað krónur. Borgarar í Simbabvi sleppa bert at taka út eina ferð um vikuna, og tá er hámarkið 100 milliónir dollarar. 4 út av 5 vaksin eru arbeiðsleys. Landbúnaður. Savannan í Simbabvi er hin besta sáðjørðin í Syðra-Afrika. Miðskeiðis í Simbabvi er jørðin fruktagóð, og har verður tubbak og onnur grøði dyrkað til útflutnings. Hóast myndugleikarnir hava broytt jarðarlóggávuna, so at jørðin verður rættvísari býtt ímillum fólkið, er besta jørðin enn í hondunum á nøkrum fáum túsund stórbóndum, teir flestu eru hvítir, og ta vánaligu jørðina mega so tær fimm milliónir svørtu bøndurnir hjálpast við. Alt jarðarbrúkið í hesum lendi er sjálvbjargnisbúnaður. Ídnaður. Ídnaðarmenningin har hava síðstu árini verið størri enn í flestu londum í Syðra-Afrika, hóast drúgvur turkur og spent viðurskifti ímillum størsta fólkaslagið, "shona", og minnilutan, "ndebele", í seinastuni hava tálmað menningini. Næst eftir Suðurafrika er Simbabvi tað landið í Afrika, har ídnaðurin er fjølbroyttastur. Býurin Bulawayo suðuri í landinum er vega- og jarnbreytarmiðdepil, og mesti ídnaðurin í Simbabvi er har. Har eru stálverk, sementvirki og alskyns ídnaðarvirki, ið gera skógvar, akfør, klæði maskinur o.a. Í býnum eru nógv matvøruvirki og tubbaksvirki. Fólkasamansetning. Flestu simbabviar eru shonar og búgva miðskeiðis og eystarlaga í landinum. Mangir shonar eru kristnir, men eru eisini animistar, tað er, at teir trúgva, at ymist í náttúrini, til dømis vøtn og trø, hava sál. Shonafólkið er gitið fyri leirkeraarbeiðið sítt og vøkru høggmyndalistina. Cabinda. Cabinda (ella Kabinda) er angolskur landslutur beint norðan fyri Sair. Cabinda er ein landslutur, sum framleiðir tað mesta av oljuni í landinum, og vápnað stríð fyri loysing hevur verið ávegis í fleiri ár. Eitt friðarskjal varð undirskrivað í 2006. Her eru funnar nakrar av størstu oljukeldunum í Afrika. Hildið verður, at í hesari oljuleið, stutt úr landi, eru einar 1,5 mia. tunnur av olju og ovurnógv gass. Í Cabinda búgva umleið 357 576 fólk. Umleið 7,82 fólk búgva á hvørjum km2. Móðurmálið er ibindiskt. Hósvíkar Róðrarfelag. Hósvíkar Róðrarfelag er føroyskt róðrarfelag úr Hósvík. Róðrarfelagið varð stovnað í 1979. Felagið eigur 3 bátar, teir eru havbláir við svørtum stokkum. FM heiti. Hósvíkar Róðrarfelag eigur fýra FM heiti, trí við seks mannafarinum Hósvíkingur og eitt við fimm mannafarinum heykur. Hósvíkingur vann í seks mannafør menn í 1985, 1986 og 1987. Heykur vann í 5 mannafør dreingir í 2020. Stevnur í Føroyum. a> fáa pisurnar ofta prógvini handað. Henda myndin er frá Jóansøku 2010 í Vági. a> 2012, 10-mannafør á veg upp á bátadráttin eftir kappróðurin. Stevnur eru kring Føroyar nærum hvørt vikuskifti í juni og juli. Flestu av stevnunum hava kappróður sum eitt av høvuðs ítróttar tiltøkunum. Tó er ikki allur kappróður við í Føroyameistara kappingini. Kappróður er altíð leygardagar, uttan á Ólavsøku, tá kappróðurin altíð verður fyriskipaður ólavsøkuaftan 28. juli. Í heilt serligum førum kann kappróðurin tó flytast til dagin eftir, tí tað als ikki hevur viðrað tann dagin, tá hann skuldi vera. Stevnur í Føroyum við FM kappróðri. Niðanfyri sæst yvirlit yvir tær føroysku bý- og bygdastevnur, sum hava FM kappróður, og nær ið hesar stevnur eru. Aðrar stevnur. Ymisk onnur sløg av stevnum eru í Føroyum, sum onki hava við kappróður at gera. Nevnast kunnu t.d. Gengis Kan. Gengis Kan (føddur Temüjin Borjigin onkuntíð millum 1162 og 1167 – deyður 25. august í 1227) var høvdingasonur. Hann var smádrongur, tá ið pápin varð myrdur, men sum hann vaks upp, bardi hann allar fíggindar niður, tók ræðið á øllum mongolsku ættbólkunum og tók sær navið Gengis Kan - prinsur av øllum, sum millum heimshøv er. Hann vildi vinna allan heimin undir seg. Í 1206 herjaði Gengis Kan í Kina og síðan sum hvirluvindur um Ásia og Eysturevropa. Í 1227 doyði Gengis Kan, og so við og við syndraðist ríkið, tí at eftirmenninir klandraðust. Tá ið Gengis Kan doyði, varð mongolska ríkið býtt sundur í 4 kanat (ríki). Abbasonur Gengis, Kublai, fekk eystasta kanatið. Vestastu kanatini, sum vóru smærri, syndraðust so líðandi, tó at Timur Lenk, kanur Gylta fylgisins, stutt tíðarbil í 14. øld ráddi á teimum øllum. Kashmir. Kort yvir Kashmir. Bæði Pakistan og India krevja hetta økið. Kashmir (kasjmirskt: "कॅशीर") er eitt landaøki í Himaleia. Økið er umstrítt. Bæði Pakistan og India siga, at eiga rættin til Kashmir. Sunnari partur av Kashmir er í dag undir indiskum yvirræði, meðan norðari partur av Kashmir er undir pakistanskum yvirræði. Eitt øki á eystursíðuni av Kashmir er undir Kina. Politiska støðan. Tann sunnari partur, Jammu og Kashmir, er nú á døgum eitt stakríki í Norðurindia. Stakríkið er 101.000 km² til støddar. Tann norðari partur av Kashmir, sum er 72.496 km² til støddar, eitur nú Gilgit-Baltistan og liggur í Pakistan. Fyrisitingarliga er hesin parturin ikki ein landslutur, men eitt serligt pakistanskt øki. Harafturat er fyri vestan eitt langt, smalt fjallalendi á marknaleiðini millum Pakistan og Kashmir, sum nevnist Asad Jammu og Kashmir. Hetta lendið er 11.639 km² til støddar og er fyrisitingarliga nú ein partur av Pakistan. Tað er tó ikki landslutur, men eisini eitt serligt øki. Og so krevur Kina á eystursíðuni av Kashmir rættin yvir Aksai Chin, sum er undir kinverskum yvirræði síðan 1962. Landafrøði. Í vestara parti av Himmaleia er gamalt jalladømi, sum eitur "Kashmir". Kashmir er mest sum bara fjallalendi við nøkrum breiðum fruktagóðum dølum upp ímillum. Tann fruktabesti dalurin eitur Kashmirdalurin. Dalurin er allur veltur langt niðan í fjøllini, og brekkurnar eru lagdar í tvørteigar. Teir velta t.d. vín, rís, bummull, mais, grønmeti og hveiti, sum teir veita vatn á í turrtíðini. Í Kashmirdalinum stendur høvuðsstaðurin Shrinagar. Shrinagar er fornur handilsstaður og gitin fyri yndisligar urtagarðar. Fólkini í býnum hava frá fornari tíð livað nógv av handaverki, til dømis at knýta teppir, at veva silki og at gera lutir úr leiðri. Søga. Tá ið Útsynningsásia fekk sjálvstýri í 1947, fóru Pakistan og India at klandrast um rættin til Kashmir. India helt, at teir áttu rættin til Kashmir, tí jallarnir av Kashmir høvdu frá fornari tíð verið hinduar. Pakistan segði, at teir áttu landið, tí meginparturin av fólkinum var muslimar, og tí at tær flestu áirnar, sum teir høvdu at veita út á velturnar niðri í dølunum, komu úr Kashmir. Tá ið India varð býtt sundur í 1947, kom landsluturin Kashmir, har flestu fólk eru muslimar, undir India, har mesta fólkið er hinduar, ístaðin fyri islamska lýðveldið Pakistan, har tey flestu eru muslimar. Kríggj brast á, og landsluturin varð býttur ímillum tey bæði londini í 1949. Men fólkið í Kashmir vildi vera frælst, og i 1952 gjørdu teir landið til tjóðveldi. Tá brunnu teir saman, India og Pakistan, og India hersetti Kashmir. Í 1965 brustu marknabardagar á ímillum Pakistan og India. Stríðið elvdi til altjóða spenning, tí at USA, Sovjetsamveldið og Kina høvdu politisk áhugamál í økinum, og tá ið Kina royndi at stuðla Pakistan, mótmæltu bæði Sovjetsamveldið og USA. Málið varð síðan skotið inn fyri ST at avgera. ST sendi herfólk at ansa eftir, inntil avgerð varð tikin. ST fekk partarnar at binda frið, og markið var óbroytt. Í 1971 brast stríð á ímillum Pakistan og India um Kashmir. Í juni 1972 møttust báðir partar til friðarsamráðingar, fingu vápnahvíld í lag og samdust um, at India skuldi ráða yvir størra partinum av landslutinum. Vápnahvíldarmarkið var ásett eftir Simlaavtaluni í 1972 ímillum Pakistan og India. Enn er ófriðarligt í Kashmir, tí India og Pakistan stríðast um øki. Ebola. Ebola er virussjúka, ið hevur við sær ógvisliga bløðing og nógvan hita, og kann elva til, at tann sjúki doyr um fáar tímar, men vanliga doyr tann sjúki um eini 8 til 15 samdøgur. Ígerðartíðin er ímillum 4 til 12 dagar, so fer hitin upp ígjøgnum, og tann sjúki doyr. Eingin heilivágur er fyri skjúkuni, og 9 av hvørjum tíggju, ið verða smittað, doyggja. Virusið kallað upp eftir Ebolaá í Sair, har sjúkan á fyrsta sinni varð staðfest í 1976, tá herjaði sjúkan í bæði Sudan og Sair, og hundraðtals fólk doyðu. Í 1995 fór sjúkan at herja í Kongo. Vánaligt reinføri og ring sjúkrahúsviðurskifti høvdu við sær, at sjúkan gjørdi nógv um seg og líktist eini farsótt. Ebola er ongantíð staðfest í Føroyum. Dagur og vika. Dagur og vika er tíðindasendingin í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Sendingin er til dagfesting einasta regluliga tíðindasending í landinum, har móttakarin hevur møguleika at uppliva tíðindi við livandi myndum. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Harafturat er Kringvarp Føroya í tøttum samstarvi við hinar norðurlendsku "public service" rásirnar, og kann tí veita tað nýggjasta úr øllum Norðanlondum. Tað var Finnbogi Ísakson, ið kom við heitinum, "Dagur og vika", og hevur tað hingið við síðan. Navnið varð valt, so at ein ikki bant seg til at koma við dagsaktuellum tíðindum, men bæði tí nýggjasta og tíðindum gjøgnum alla vikuna. Dagur og vika fór í luftina á fyrsta sinni í mai 1984, og fram til 1. septembur sama ár varð ein sending víst um vikuna. Hesir fýra mánaðirnir vóru at rokna sum ein royndartíð, og tá tíðin royndist væl, varð farið undir at senda tvær ferðir um vikuna eftir hetta. Fólkini handan Dag og viku vóru tá m.o. Finnbogi Ísakson, Bergljót D. Hentze, Jógvan Jespersen, Zacharias Hammer, Jógvan Olsen, Árni Gregersen og Johnsigurd Johannesen. Framleiðslan av Degi og viku er nógv broytt gjøgnum árini. Tá innsløg skuldu gerast fyrstu árini, varð farið út um landið við útgerð á virði á umleið hálva millión, og innsløgini vardu okkurt um fimm minuttir. Útlendsku tíðindini komu á bandi við flogfari úr Danmark og vóru í minsta lagi ein dag gomul, tá tey vórðu send. Í mars ella apríl 1986 fór sjónvarpið undir at taka tíðindatilfar niður beinleiðis frá fylgisveini. Í dag er útgerðin bæði bíligari og lættari, og útlendsku tíðindi verða fingin til vega sama dag, í samstarvi við altjóða tíðindastovur ella varpað beinleiðis gjøgnum talgilt sendinet. Tey fyrstu árini bleiv Dagur og vika send kl. 20:00. Eitt summar bleiv hetta broytt til kl. 19:00. Hetta bleiv so væl dámt, at hetta gjørdist nýggja senditíðin framyvir. Í 2013 varð Dagur og vika send fýra dagar um vikuna: mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag. Sendingin er bert gerandisdagar, um ein av nevndu døgum er heilidagur, so verður ikki sent. Serligar hendingar kunnu tó føra til at sent verður til aðrar tíðir. Tá verður sendingin nevnd Eyka dagur og vika. Dømi um hetta eru, politiskar hendingar, vanlukkur sum bussvanlukkan undir Valaknúkum, eldurin umborð á Scandinavian Star og yvirgangsálopið í New York 11. september 2001. Summarið 2013 varð eingin tíðindasending í sjónvarpinum í fleiri vikur. Síðan fyrstu sendingina í 1984 til 11. juni 2013 varð Dagur og vika send úr Vørðsluni. Hereftir verður sent úr útvarpshúsinum. Bygningarnir í Vørðsluni eru seldir og koma útvarpið og sjónvarpið hjá kringvarpinum at halda til í útvarpshúsinum í Sortudíki. Djóralæknar. Djóralæknar hava lært at lekja og røkta dýr. Dýr duga ikki sum menniskjur at greiða frá, hvar ið tey hava ilt, tá ið tey eru sjúk. Tí er sera torført at geva dýrum rætta viðgerð. Fyrr vóru bara hestar og annar fenaður viðgjørdir. Nú á døgum viðgera teir eisini heimadýr. Teir kanna fenað og hjálpa til við burðum. Summir djóralæknar eru um dýrini í djóragørðum. Aðrir djóralæknar búgva seg út til djóratannlækna. Djóralæknar eru alneyðugir í landbúnaðinum. Alidýr verða ald, so at fólk skulu fáa so nógv mjólk, kjøt ella egg sum gjørligt. Men teimum tørvar tó serliga røkt, tí alidýrini eru viðkvæmari fyri sjúkum. Djóralæknin hjálpir bóndanum, so dýrini eru frisk. Fyrr, tá ið eingir djóralæknir vóru, hjálptu hestalæknar hestum og øðrum fenaði, til dømis neytum. Teir nýttu gomul, kend heimaráð. Mong ymisk dýr verða viðgjørd á djóralæknastovum. Hundar skulu vera í bandi, og kettur eiga at liggja í kurv, so tey ikki fara at berjast og so kunnu smitta onnur dýr. Djóralæknin kannar dýrið og spyr eigaran, hvørji sjúkeyðkenni dýrið hevur. Fyrstu djóralæknafrøðiligu háskúlarnir í Evropa vóru stovnaðir í 18. øld. Í Danmark krevst 6 ára útbúgving á "Den Kongelige Veterinær og Landbohøjskole", áðrenn tú gerst djóralækni. Menningarland. a>, heldur, at fleiri enn 100 milliónir børn halda til úti á gøtuni. Mangt ger, at børn fara út á gøtuna, t.d. fátækt, harðskapur, svongd ella kynslig misnýtsla. Menningarland er land, har búskaparliga menningin ikki er komin so langt áleiðis sum til dømis í USA og Vesturevropa. Tí verða menningarlondini ofta eisini nevnd "tey fátæku londini". Næstan øll menningarlondini hava verið hjálond. Menningarlondini eru øll tætt sunnan fyri ella norðan fyri linjuna (miðkring), í Suðuramerika, Ásia ella Afrika. Tríggir fjórðingar av heimsins fólkum búgva í menningarlondum. Flestum menningarlondum vantar peining, til dømis til heilsuverk, útbúgving, vatnveiting, skúla og ídnaðarmenning. Menningarlond hava í mong ár roynt at fingið tey ríku londini at skilt, at verandi heimsskipan er órættvís. Tey halda, at trupult verður at loysa trupulleikar í fátæku londunum, verður búskaparliga heimsskipan ikki broytt. Menningarlondini vilja millum annað sjálv hava ræði á sínari rávøru, betri prís fyri vøruna, ynskja sær nýmótans tøknifrøði og dyggari stuðul. Menningarlondini vilja eisini hava størri rættvísi. Teimum tørvar m.a. at menna heilsuverkið. Eftir 2. heimsbardaga fóru tey fátæku og ríku londini av álvara at samstarva um at loysa nakrar av trupulleikunum í menningarlondunum. Hjálpin fer viðhvørt beinleiðis úr einum landi í annað, "tvíliðað hjálp". Hon kann eisini koma úr altjóða samtaki, til dømis ES ella ST, sum umboða mong lond (fjølliðað hjálp). Eisini aðrir felagsskapir hjálpa menningarlondunum. Menningarhjálp er eisini partur í føroyskum uttanríkispolitikki. Dømir: Moldova í Evropa, Etiopia í Afrika, Bolivia í Suðuramerika, Honduras í Miðamerika, Vanuatu í Oseania og Afganistan í Ásia. Umhvørvisbroytingar. Mong menningarlond stríðast við álvarsligar umhvørvistrupulleikar, til dømis skógartýning og dálking. Ein álvarsligur trupulleiki í flestu menningarlondum er ov lítið reint vatn at drekka. Ovurtaðing og ovurnýtsla av sprænevni eins og óreinsað frásetuvatn eitra brunnar og áir, har fólkið fær sær vatn. Hungur og megurð stendst av, at skógurin verður týndur og velturnar mataðar burtur. Hvørt ár eru menningarlondini eisini fyri stórum vanlukkum, bæði av náttúruávum og mannaávum, av vatnflóð, turki og jarðskjálvta. Vanlukkurnar krevja ofta mong mannalív og hava neyð og flóttafólkatrupulleikar við sær. Reysti. Reysti er svimjifelag úr Eysturkommunu. Svimjifelagið er úrslitið av einari samanlegging í 2010 av svimjifeløgunum Reki og Skeggjar. Magnus Jákupsson. Magnus Jákupsson er føroyskur/danskur svimjari. Hann er føddur í 1994 og svimur fyri Farum Svømmeklub og fyri danska svimjilandsliðið. Hann hevur fyrr svomið fyri Havnar Svimjifelag og fyri Føroyar. Sportal.fo skrivaði 17. august 2011, at Magnus hevur valt at flyta til Danmarkar at búgva, orsakað av vánaligum umstøðum fyri svimjarar hjá Havnar Svimjifelag í Svimjihøllini í Gundadali, har eru ov fáar geilir til svimjararnar hjá Havnar Svimjifelag ljósu tímarnir, segði formaður felagsins, Eyðun Húsgarð, við Sportal.fo. Magnus hevur sett fleiri føroysk met, nevnast kann, at hann á langbana eigur føroyska metið í 50, 100 og 200 metrar ryggsvimjing, 50 og 100 metrar firvald, 50m frí og 400 metrar blandað. Á stuttbana eigur hann metini í 50, 100 og 200 metrar rygg og 50 og 100 metrar firvald. (Hetta kann verða broytt, sí heimasíðuna hjá ssf.fo og svimjing.com). Magnus Jákupsson luttók fyri Føroyar á Oyggjaleikum 2011 á Isle of Wight í juni/juli 2011. Síðan 2011 hevur Magnus svomið fyri Danmark og kann tí ikki longur seta føroysk met. Í staðin eydnaðist tað honum í 2013 at seta nýtt danskt met í 50 metrar rygg við tíðini 24.06, hetta hendi á evropameistarastevnuni á stuttgeil í Herning í desember 2013. Hin 24. januar 2016 setti hann eisini danskt met á langgeil í 50 metrum rygg, tá ið hann vann gull í 50 rygg við tíðini 25.44, ið var júst sama tíð, ið Matthias Gydesen setti met í í 2010, teir báðir eiga tískil báðir metið við 25.44 sekundum. Danmarksmeistara stevna á stuttbana 2011. Í november 2011 luttók Magnus Jákupsson á DM stevnu á stuttgeil í Thisted. Hann vann fleiri heiðursmerki og setti nýggj føroysk met og juniormet. Hann vann eitt gull heiðursmerki í 4x100 m blandað við teimum vaksnu, hini heiðursmerkini vann hann í svimjikappingum fyri juniorar. EM fyri ung í Beograd 2011. Í juli mánað 2011 luttók Magnus fyri Føroyar á Europa Meistara Stevnu fyri Juniorar (EJM) í Beograd í Serbia, har hann m.a. svam seg í semifinaluna í 50m firvald og í hálvfinaluna í 50m rygg og setti fleiri nýggj føroysk met, bæði juniormet og fyri vaksin. Hann gjørdist nummar 13 við tíðini 24.96, sum var nýtt føroyskt met. Magnus var fyrsti føroyingur sum svam teinin undir 25 sekund. 8. juli svam Magnus 200m rygg og setti nýtt føroyskt met við tíðini 2:08.88, Magnus átti sjálvur gamla metið. Hann gjørdist nummar 26 í hesi kapping. 9. juli svam Magnus 50m rygg í hálvfinaluni við tíðini 26.76, tað var nýtt føroyskt met. Magnus bleiv nummar 10. Sama dag svam hann 100m firvald við tíðini 56.20, sum var nýtt føroyskt met. Tað rakk til eitt 24. pláss av 49 luttakandi. 10. juli svam Mangus 50m frí við tíðini 23.90, tað var nýtt føroyskt met. Magnus bleiv nummar 26 í hesi kapping. Oyggjaleikir 2011 á Isle of Wight. Magnus Jákupsson vann 3 gull, 5 silvur og eitt bronsu heiðursmerki á Oyggjaleikunum á Isle of Wight í juli 2011. Danish Open 2012. Magnus Jákupsson luttekur á Danish Open frá 22. mars til 25. mars 2012. Fyrsta dagin vann hann silvur í 50 m rygg við tíðini 26.64, sum var nýtt føroyskt met. Hann átti sjálvur gamla metið. Magnus svam eisini innleiðandi í 200 m blandað, men har hendi tað keðiliga, at hann varð kolldømdur fyri 1 hond í vending í skiftinum millum firvald og rygg. Tíðin sá annars út til at vera nýtt føroyskt met, um hann ikki varð kolldømdur. 24. mars svam Magnus seg í finaluna í 100 m firvald við tíðini 55.47, sum var nýtt føroyskt met. Hann átti sjálvur gamla metið, sum var 56.20, tað setti hann á EJM í 2011. Løtu seinni svam Magnus finaluna í 100 rygg við tíðini 59.48, sum var eitt fjórðapláss. Sunnudagin 25. mars kundi Magnus svimja tvær finalur, men hann gav avboð til finaluna í 200 m rygg. Hann svam finaluna í 100 m firvald og gjørdist nummar 7 við tíðini 55.46, sum var nýtt føroyskt met. Hann betraði sítt egna met, sum hann setti dagin fyri, við 1/100 sekundi. Swedish Swim Games 2013. Magnus luttók á Swedish Swim Games (Svenska Simspelen) í oktober 2013. Hann setti fleiri persónlig met, vann trý gull heiðursmerki og eitt silvur. Harumframt setti hann eisini stevnumet í 100 m rygg og varð eisini heiðraður fyri besta mannliga avrik á stevnuni, fyri vinnaratíðina 52.63 í 100 metra ryggsvimjing, sum gevur 804 FINA stig. EM 2013 á stuttgeil í Herning. Magnus setti nýtt danskt met í 50 metrar ryggsvimjing, tá hann kom á mál við tíðini 24.06. Hann setti metið í hálvfinaluni. Sjálvt um hann setti danskt met, so rakk tíðin ikki til eitt finalupláss, hann gjørdist nummar 13 av 54 svimjarum. MOM Marseille 2014. Magnus varð úttikin til kappingina 3e Meeting Open Méditerranéen i Marseille saman við tí sonevnda "Graet Danes" liðnum. Kappingin er vikuskiftið 7. til 9. mars 2014. EM á stuttgeil 2015 í Netanya. Magnus Jákupsson setti tvær ferðir nýtt danskt met í 50 metrum rygg á stuttgeil, fyrst í innleiðandi riðlum við tíðini 24.01 og síðan í hálvfinaluni við tíðini 23.84. Hann gjørdist nummar 11 í hálvfinaluni. Danish Open 2016. Danish Open verður svomið á langgeil. Magnus setti danskt met í 50 metrum rygg. Hann betraði um gamla metið við 1/100 sekundi, tað var hann sjálvur og Matthias Gydesen, ið áttu gamla metið. Gydesen setti tað í 2010, og Magnus setti sama met í januar 2016 á Flanders Speedo Cup. Slóðir úteftir. Jákupsson, Magnus Jákupsson, Magnus Bláber. Bláber (frøðiheiti "Vaccinium") eru smá blá ber. Bláber innihalda serliga nógvar antioxidantar (myrki liturin) og tað eru m.a. hesi sum verja kroppin móti kyknuskaðum og ov skjótari elding. Kanningar benda á, at berini hava gagnliga ávirkan á eygnasjúkuna "Macular Degeneratión" (gulur blettur á eyganum). Harumframt eru innihalda berini vitaminirnar A, B3, B5, B6, C og E, flavonoidir, mineralini sink, selen, mangan, krom, jarn, kalcium, magnesium, kobar, kalium, karotin, pektin og fibur. Suðursandwichoyggjar og Suðurgeorgia. Suðursandwichoyggjar og Suðurgeorgia (enskt: "South Georgia and the South Sandwich Islands") eru partar í Falklandsoyggjum. Báðir oyggjaflokkarnir eru óbygdir og væl eystan fyri høvuðsoyggjarnar. Hesir fjarskotnu oyggjaflokkar eru eins nær Antarktis, sum tær eru suðuramerikanska meginlandinum. Norðmenn høvdu 9 hvalastøðir í Suðurgeorgia. Fløgg. ۱Flagg umboðar tjóð ella fólk. Eitt flagg er flaggdúkur, har ávíst mynstur og ávísir litir eru. Altíð hava fløgg í øllum møguligum litum havt serstakan týdning. Fleiri millumtjóða samgongur hava eisini egið flagg, til dømis Reyði Krossur ella ST. Fløgg hava stóran týdning í ófriðartíðum. Heryvirmaðurin fyri hvørjari herdeild hevði altíð ein merkismann sær við lið, so hermenninir kundu síggja hvørja leið, teir skuldu halda. At taka flagg fíggindans merkti næstan altíð at vinna sigur. Teir vundu altíð egið flagg á stong uppi yvir fíggindans flaggi, tá ið teir høvdu tikið skip ella skansa hansara. At flagga við hvítum flaggi í kríggi merkir, at tú gevur teg undir, at flagga lágt merkir, at tú heiðrar tann, ið deyður er. Av 196 sjálvstøðum londum í heiminum hava 64 lond eitt átrúnaðarligt súmbol á flagginum. Tað er PEW-granskingarstovnurin sum hevur í 2014 hugt nærri eftir súmbolunum sum hesi fløggini hava. Sigast skal at stovnurin ikki hevur tikið øll fløgg við, millum annað eru tey fýra norðurlendsku hjá Álandi, Sámalandi, Grønlandi og Føroyum ikki við. Men av teimum 196 londunum sum eru við í kanningini, so hava 64 fløgg eitt átrúnaðarligt súmbol. Av hesum 64 londunum hava umleið helmingurin (48 prosent) eitt kristið súmbol, meðan ein triðingur (33 prosent) hava eitt islamskt súmbol. Tað merkir at tvær tær størstu átrúnaðirnar hava 81 prosent av fløggunum sum hava átrúnaðarlig súmbol á fløggunum. Kristin súmbol eru á 31 av fløggunum sum eru úr Evropa, Asia, Amerika og Kyrrahavslondunum. Nøkur fløgg innanfyri Commonwealth hava Union Jack við sínum krossi sum ein part av egnum flaggi. Islamsk súmbol eru á 21 fløggum í norðara parti av Afrika, Asia og í Miðeystri. Súmbol frá buddismuni og hinduismuni eru at finna á fimm fløggum. Trý av fløggunum hava súmbol frá báðum átrúnaðunum. Ísrael er einasta landið sum brúkar jødisk súmbol á sínum flaggi. Seks lond hava átrúnaðarlig súmbol sum stava frá øðrum religiónum. Føroyska flaggið. Okkara flagg, Merkið, er millum heimsins yngstu. Tað fekk gildi 25. apríl í 1940, tá ið enska stjórnin viðurkendi tað. Til 1940 var "Dannebrog" almenna flagg føroyinga. Men tá ið týskarar høvdu hersett Danmark, og onglendingar Føroyar, var einki samband millum londini, og teir sameindu vildu ikki, at vit skuldu brúka danska flaggið, men tað føroyska, sum Jens Oliver Lisberg hevði teknað í 1919. I bæði 1920- og 1930-árunum var mangan hart stríð í Føroyum millum sjálvstýrissinnaðar føroyingar og danskar myndugleikar um Merkið. Flaggað verður ymiskar hátíðardagar, til dømis ólavsøkudag, 1. jóladag, nýggjársdag, 1. páskadag, flaggdagin, arbeiðaradagin o.a. langafríggjadag og minningardag teirra sjólatnu verður flaggað lágt. Í álmanakkanum er yvirlit yvir almennar flaggdagar. Oyggjaleikir 2011. 14. Oyggjaleikirnir vóru hildnir á Isle of Wight í døgunum 25. juni til 1. juli 2011. Føroyar gjørdust nummar fýra. Tað vóru 100 føroysk ítróttarfólk sum umboðaðu Føroyar á Oyggjaleikunum 2011. 2306 ítróttarfólk frá 24 oyggjasamfeløgum kappaðust í 15 ítróttargreinum í 190 kappingum. Alheimurin. Alheimurin veksur alla tíðina, og alt førkar seg longur burtur hvørt frá øðrum. Í ófatiliga stóra rúminum, alheiminum, er alt, sum til er: t.d. sólin, vetrarbreytin, gongustjørnurnar og allar aðrar stjørnubreytir. Tað, vit vita um alheimin, hava vit sæð í stórum spegilskikarum, "teleskopum", sum kanna radioaldur, røntgenaldur, ljós og aðrar geislar, sum koma til okkara úr rúmdini. I alheiminum eru nógvar mia. stjørnubreytir. Rúmdarfrøðingar flestir halda, at stjørnubreytirnar standast av gassløgum, sum send vórðu út í stórari spreinging fyri mia. árum síðan. Hyggur tú í teleskop, sært tú stjørnubreytir, sum eru mió ljósár burturi. Tú sært tær ikki, sum tær eru nú, men sum tær vóru fyri langari tíð síðan, tá ið ljósið fór úr teimum. So á ein hátt sært tú aftur í tíðina. Ljós fer um 300 000 km/sek - 9500 mia km. um árið. Hetta strekkið kalla vit eitt ljósár. Tyrannosaurus rex. Tyrannosaurus hevði sera smáar framlimir, ið ikki rukku til kjaftin. Vit vita enn ikki, hvussu hann nýtti teir. Tyrannosaurus rex varð taldur upp í eðlukoku-dinosaurarnar, nevndir "Saurischiar". Yvirvaksni Tyrannosaurus var tann størsti av ránsdinosaurunum. Hann er tí eisini størsta veiðidjórið, ið nakrantíð hevur livað, tað nakar veit um. Granskarar funnu fyrstu steinrenningarnar av honum í Norðuramerika. Hann var 14 m. langur og 6 m. høgur. Tær stóru tenninar vóru yvir 15 cm. langar. Hann vigaði góð 7 tons, so helst hevur hann verið ov seinførur at veiða aðrar dinosaurar. Tyrannosaurus át smærri og kanska sjúklig djór og ræ av dinosaurum. UNICEF. UNICEF-grunnurin (alment "United Nations Children's Fund", føroyskt Barnagrunnur Sameindu Tjóða) varð settur á stovn í 1946 at hjálpa børnunum í krígslamda Evropa. Nú arbeiðir UNICEF við at geva børnum sømilig kor í fátækum og tilafturskomnum londum í til dømis Latínamerika, Afrika og Ásia. UNICEF-grunnurin arbeiðir serliga við heilsuviðurskiftum, undirvísing og at útvega reint vatn. UNICEF ger eisini megnararbeiði at útvega børnum heilivág fyri teim verstu barnasjúkunum. Landbúnaður. Landbúnaður er at velta grøði til matna ella fóður og at hava alidjór. Haðan fæst t.d. egg, ull, kjøt og mjólk. Landbúnaður hevur alstóran týdning fyri heimsins fólk. Tey fleiri enn 6,9 mia. fólkini skulu hava mat, og landbúnaðurin gevur nógvum fólki arbeiði. Nútímans landbúnaður krevur nútímans amboð og maskinur at bera seg fíggjarliga. Har skal verða pløgt, harvað, sátt, og seinni sprænt fyri skordjórum og soppum, og at enda skal verða heystað, alt verður gjørt við maskinum. Fyrr vóru ross nýtt at draga amboð, og á gørðunum vóru húskallar og arbeiðskonur. Nú koyrir bóndin sjálvur traktorin. Um heystið verður akurin skorin við stórum maskinum, tær treskja beinanvegin. Nú á døgum er umráðandi at vinna so nógv sum til ber av landinum. Neyt standa inni alt árið, hønur eru í alt ov smáum búrum, og kálvar fáa bara okkurt serligt at eta, og kjøtið skal hava ávísan lit. Nógv eru ónøgd við ta viðferð, djórini fáa, og sumstaðni er landbúnaðurin komin í ringt orð. Men vanligast er, at djórini verða væl viðfarin. Øll grøði, vit velta, er ættað undan villum plantum. Í nógv túsund ár eru fræ úr teimum bestu platunum vald burturúr. Til dømis er serstakt maltbygg, sum er serliga væl egnað til ølbrygging. Í Amerika er komið fram til serligt hveitislag, sum stendur ímóti skordjórum og soppum, og sum eisini fruktar væl. Nógvir bøndur reka landbúnað eftir natúrligum reglum. Teir fara ikki so ofta um jørðina ella spræna fyri skaðadjórum. Heldur brúka teir natúrlig tøð enn handilstøð. Fruktin av slíkari jørð er ofta dýrari, men mong halda hana vera sunnari. Nógvastaðni í heiminum eru týðandi mentanir sprotnar úr landbúnaðinum í áardølum; til dømis. tann sumeriska mentanin, ið verður hildin at vera tann elsta hámentanin í søguni. Sumeriska fólkið livdi fyri meira enn 4000 árum síðani í Mesopotamia við áirnar Evfrat og Tigris í tí landinum, sum nú eitur Irak. Indusdalurin í landinum, sum nú eitur Pakistan, er eitt annað dømi um eitt øki, har fólk hava livað av framkomnum landbúnaði í nógv túsund ár. Landbúnaður í Føroyum. Landbúnaðurin hevur hesi seinnu árini aftur fingið størri týdning. Nógv er velt upp úr nýggjum, og fleiri tíðarhóskandi fjós eru bygd. Í Føroyum eru umleið 70 000 áseyðir og 1200 neyt. Undan hesum 1200 neytunum fæst øll mjólkin, ið neyðug er. 400 festibøndur sita við uml. helvtini av jørðini, og umleið 5000 óðalsmenn eiga hina helvtina. Stórur partur av innangarðsjørðini er traðarbrúk. Seyðahaldið er uttan iva tann greinin innan landbúnaðin í Føroyum, sum hevur størsta áhugan hjá føroyingum. Í Føroyum broyttist landbúnaðurin lítið fram at 20. øld. Bøndurnir vildu treyðugt taka við nýggjum og hildu seg til gamlar og mannkrevjandi arbeiðshættir. Vend kom í, tá ið ungu menninir seinast í 19. øld fóru til skips heldur enn at vera húskallar. Ráðgevi varð settur í 1885, og í 1892 varð skipað fyri royndarbrúki í Kirkjubø. Í 1908 verður Meiaríið í Havn bygt. Í 1919 kom dýralækni og í 1921 kom royndarstøð. Suðursudan. Lýðveldið Suðursudan (enskt: "Republic of South Sudan") er eitt land í Miðafrika, sum lýsti seg sjálvstøðugt 9. juli 2011. Størsti býurin og høvuðsstaður er Juba. Stórur munur er á, hvussu fólkið livir í arábiska Sudan og afrikanska Suðursudan. Mál, átrúnaðir, siðir og húsabygging eru púra ólik. Loysing. Suðursudan bleiv sjálvstøðugt land í 2011, eftir at ein fólkaatkvøða bleiv hildin um loysing frá Sudan. Fólkaatkvøðan var í døgunum frá 9. januar til 15. januar 2011. Forsetin í Sudan, Omar Bashir, góðkennir úrslitið av fólkaatkvøðuni, og at Suðursudan tekur loysing. Fólkaatkvøðan varð ásett longu í 2005, tá partarnir samdust um eina friðaravtalu, sum endaði ta longsta borgarakríggið í Afrika. Tí eru fólk fegin um, at landið nú er býtt sundur í tvey lond. Men enn er ikki friður. Stríð er framvegis um markið millum londini bæði, og heldur ikki er semja um, hvør fær økið Abyie, sum er størsta oljuøkið í Sudan. Hóast kríggið formliga er liðugt, prutlar tað undir lokinum, og tí hevur ST framvegis 7000 friðarvarðveitandi hermenn í landinum. Í Sudan (Norðursudan) búgva umleið 1,5 milliónir suðursudanesarar, sum stjórnin síðan í 2010, hevur goldið ferðaseðilin fyri, um tey vildu fara heimaftur. Tí tilboðnum hava fólk í hundraðtúsundatali tikið av. Og við einum valúrsliti, har 99 % luttóku og 98,6 % av teimum atkvøddu fyri einum sundirbýti av Suður- og Norðursudan, sær tað út til, at talið av flóttafólkum, sum flyta heimaftur, fer at økjast enn meira. Hungursneyð. Hungursneyð var lýst í Suðursudan í februar 2017. Hungursneyðin er hin ringasta í heiminum seinastu árini. Sameindu Tjóðir (ST) hevur heitt á heimsins lond um at hjálpa. Føroyska landsstýrið hevur í apríl 2017 latið 1,4 milliónir stuðli til World Food Programme, ið skal nýtast í Suðursudan, har stórur partur av fólkinum livir undir hungursmarkinum, fyrst og fremst vegna ein svíkjandi búskap í landinum og eitt borgarakríggj, ið hevur vart í nøkur ár. Borgarakríggj og turkur eru høvuðsatvoldirnar til álvarsomu støðuna. Borgarakríggj hevur verið í landinum síðan 2013, tá eitt stríð tók seg upp millum forsetan og ein av hansara varamonnum. Um 300.000 fólk eru mett at verða deyð í borgarakrígnum. Amfetamin. Amfetamin er eitt evni, ið verður virkar stimbrandi á miðnervalagi. Tað verður m.a. brúkt sum heilivágur til fólk ið hava ADHD ella narkolepsi. Evnið verður eisini misnýtt og verður tá nevnt speed. Tað er eitt hvítt pulvur, sum ofta er ógvuliga krystalliserað. Pulvurið fæst eisini sum tablettir ella í hylkjum. Amfetamin verður av misnýtarum oftast sniffað, men tað kann eisini koyrast í munnin ella sproytast inn í æðrar. Fólk ið misnýta amfetamin kunnu góðum lag, og varhugan av at kunna klára alt. Samtíðis gerast tey rastleys, sjálvsøkin og prátingarsom. Amfetamin køvir ávaringartekin frá kroppinum um til dømis pínu ella møði. Kroppurin er tískil ikki førur fyri at boða frá, hóast hann er útlúgvaður, og misnýtarar kunnu tí smella um av møði. Ímeðan fólk eru rúsaði og aftaná, sveitta tey nógv og verða tystur. Tey kunnu eisini fáa ilt í kroppin, fáa ov høgt blóðtrýst og sálarliga kunnu tey verða ágangandi ella mótleys. Við javnari nýtslu ella yvirdosis eru tey í vanda fyri at fáa hjartasteðg og doyggja, tí amfetamin fær æðrarnar at taka seg saman og hjartað slær seinri. Anabolskar steroidir. Anabolskar steroidir verða nýttar at økja um vøddastødd og kropsliga styrki. Verða vanliga bara kallaðar anabolskar ella steroidir. Anabolskar steroidir fáast sum tablettir og hylki og at drekka. Evnið verður koyrt í munnin ella sproytað beinleiðis í vøddarnar. Verður tað sproytað í vøddarnar, fer tað spakuliga út í kroppin og kann tað taka dagar ella vikur. Misnýtir tú steroid, fært tú pirrur og feittuta húð og tað kann skaða eitt nú livur og hjarta. Dreingir fáa niðursetta sáðframleiðslu, so tað kann gerast ringt at fáa børn. Kynsligi hugurin verður minni, og tá tú endiliga hevur hug, fært tú ikki standing. Tú fært eisini "kvinnulig" bróst. Hjá gentum verður mánasjúkan órógvað og evnini at fáa børn verða niðursett. Tú fært mannligar eginleikar, so sum øktan hárvøkstur á kroppinum, verður skallut, djúpari rødd og fær smærri bróst. Flestu av hesum avleiðingunum eru varandi og hvørva ikki, hóast tú gevst at taka anabolskar steroidir. Betty Ford. Elizabeth Ann Bloomer Warren Ford (fødd 8. apríl 1918 í Illinois – deyð 8. juli 2011 í Kalifornia) var gift við Gerald Ford, ið var forseti í USA frá 1974 til 1977. Gerald Ford tók við eftir Richard Nixon, ið var noyddur at fara úr Hvítu Húsunum eftir Watergate-gøluna. Betty Ford giftist við Gerald Ford í 1948, bert tvær vikur áðrenn hann varð valdur í Kongressina fyrstu ferð. Maður hennara doyði í 2006. Betty Ford var ikki bara kend sum fyrrverandi forsetafrúa, men eisini fyri arbeiði sítt ímóti rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu. Betty Ford hevði í nógv ár trupulleikar við bæði heilivági og rúsdrekka, men tað eydnaðist henni at fáa tamarhald á misnýtsluni. Í 1982 stovnaði hon ta kendu avvenjingarstøðina í Rancho Mirage í Suðurkalifornia. Hon var eisini virkin í arbeiðinum ímóti bróstkrabba. Tað var Nancy Reagan, einkjan eftir fyrrverandi forsetan Ronald Reagan, sum almannakunngjørdi, at Betty Ford var deyð. "Eg gjørdist sera hugtung, tá eg frætti, at Betty Ford er deyð", skrivaði Nancy Reagan í einum tíðindaskrivi. Veðurlagsbroytingar. Veðurlagsbroytingar (ella umhvørvisbroytingar) og árin teirra á menniskju og náttúru fevna um eitt ógvuliga breitt øki, og vísindafólk innan nógv ymisk fakøki mugu til fyri at lýsa spurningin í síni heild. Vísindalig úrslit um hesi viðurskifti verða tí kunngjørd í nógvum ymiskum vísindaligum tíðarritum, og nógvar vísindaligar greinir um evnið koma hvørt ár. Ymsar stjórnir og felagsskapir hava tí sett bólkar av serfrøðingum innan ymisk øki til saman at gera niðurstøður um verandi veðurlag, komandi broytingar og teirra avleiðingar. Ein frágreiðing frá ST staðfestir, at broytingarnar í veðurlagnum verða munandi øktar frá dálking, skapt av menniskjum. Samanumtikið eru serfrøðingar í ógvuliga stóran mun samdir um, at mannaelvdar veðurlagsbroytingar longu eru farnar í gongd, og at tær fara at versna tey komandi 100 árini og eftir tað alt eftir, hvussu stórt útlátið av CO2 og øðrum skaðiligum evnum verður. Tað ber ikki til at forða fyri komandi veðurlagsbroytingum, tí tað útlátið av CO2, sum longu hevur verið, fer at broyta veðurlagið í langa tíð enn. Men tey tiltøk, heimurin ger tey næstu 10-20 árini fyri at minka um útlátið av CO2, eru avgerandi fyri, hvussu veðurlagið verður í endanum á hesi øldini. Náttúra. Um allan heim eru seinastu órørdu náttúruøkini í bráðari minking. Veðurlagsbroytingar hava annað enn bara broytingar í veðurlagnum við sær. Øktur hiti og broytingar í avfalli og vindi hava longu broytt náttúruna í Norðurlondum. Náttúruvanlukkur. Fleiri enn 295 000 fólk eru í 2010 deyð orsakað av náttúruvanlukkum. Hetta ger árið til eitt av teimum mest oyðileggjandi árunum, síðani henda uppgerð byrjaði í 1990. Verður onki gjørt, kunnu hundraðtals milliónir av fólki væntast at verða rakt av vatntroti, hungri ella fløðandi sjógvi, so hvørt sum jørðin hitnar, og hetta kann elva til stórar trupulleikar av flóttafólki. Veksandi hitin fer at føra til meiri vætu og fleiri skriðulop, sum eisini kunnu elva til stórar lokalar skaðar. Oyðimørkin veksur. Nú er Sahara uml. 10 mill km2 til víddar. Tað svarar til 230 ferðir Danmarkar vídd. Sahara var einaferð gróðrarmikið lendi við nógvum skógi. Men fyri sløkum 80-100 árum síðan fór veðurlagið spakuliga at broytast. Tað gjørdist turrari og turrari. Menn tóku at brenna skóg og savannu so javnan. Teir vildu fáa sær størri beiti til fenaðin. Atvoldin er fólkavøksturin seinastu árini og menniskjans tránýtsla av náttúruríkidømi. Fátækir bøndur brendu skógin at fáa dyrkilendi ella beitilendi. Teir gróðursettu ikki trø aftur, og tí gjørdu teir landið til oyðimørk og beindu fyri lívsgrudarlagið sínum. Á hvørjum ári verður eitt øki av góðari landbúnaðarjørð, 50 ferðir Føroyar til støddar, til oyðimørk. Nú á døgum ottar Sahara seg 48 kilometrar suðureftir fyri hvørt árið. Frálíkur háttur at varðveita skógin og steðga oyðimørkum at vaksa er at endurplanta trø, sum vit fella. Djórasløg í vanda. a> er hótt dýr. Mong dýrasløg hava mist bústað sín, og onnur eru týnd. Helvtin av djórasløgum jarðar halda til í tropiskum regnskógi. Nú er bara helvtin av regnskóginum eftir. Serliga seinastu 20 árini eru ómetaligar víddir høgdar upp. Regnskógardjór fáa ikki livað aðrastaðni. Tá ið djóraslag er týnt, er tað farið í søguna. Slagið kemur ongantíð aftur. Í jarðarinnar longu menningarsøgu eru nógv sløg íkomin og horvin aftur. Onnur dýr eru komin í teirra stað. Fyrr gingu nógv túsund ár, áðrenn eitt slag á natúrligan hátt vann á øðrum slagi. Á okkara døgum koma eingi nýggj djórasløg eftir tey, ið menniskjan týnir. Oyðingin gongur alt ov skjótt. Náttúran verður við øðrum orðum fátækari. 200 súgdjór, fuglar og óteljandi onnur djórasløg eru longu týnd av menniskjuni. Men nú eru nógv fleiri í stórum vanda at verða týnd. Ongantíð fyrr eru djórasløg farin undir heilt so brádliga sum á okkara døgum. Mong eru eisini í bráðum vanda at kólna burtur. Veðurlagsbroytingar ávirka longu fuglalívið í Evropa, vísir gransking, sum granskarar úr Hollandi, Kekkia og Stóra Bretlandi hava greitt úr hondum. Granskingin vísir, at ávís fuglasløg trívast væl orsakað av veðurlagsbroytingum, men tey fuglasløg, sum hava fingið verri umstøður, eru munandi fleiri í tali. Føroyar. a> fara at merkja tær globalu veðurlagsbroytingarnar á ymsan hátt. Lýggjari vetrar og glopraregn kunnu gerast vanligari komandi árini í Føroyum. Slíkar broytingar elva til økta skriðulop og erosión. Spáddu veðurlagsbroytingarnar kunnu væntast at merkja føroyska landslagið á ymsan hátt. Lýggjara veðrið kann skapa betri gróðrarlíkindi. Tað kann tó hugsast, at hetta ikki sæst aftur, um upphitingin mest verður um veturin uttanfyri vakstrartíðina. Lýggjari vetrar kunnu merkja minni kava. Tá hetta samstundis fellur saman við, at títtleikin av glopraregni um heystið og veturin kann væntast at økjast, merkir tað, at vandin fyri skriðulopum komandi árini økist. Um ársskiftið 2002-2003 læt Heilsufrøðiliga Starvsstovan úr hondum frágreiðing til landsstýrismannin í umhvørvismálum, "Eyðun Elttør", við kanningum og uppgerð um CO2-útlátið hjá føroyingum. Frágreiðingin staðfesti, at føroyingar í mun til íbúgvatalið hava millum størstu útlát í heiminum. Føroyar er eisini eitt tað mest dálkandi landið í heiminum í mun til fólkatalið. Fløðandi hav fer, sum tíðin líður, at nerva verandi havnaløg og aðra bygging nær sjóvarmálanum. Eisini er trúligt, at vit fara at fáa meiri avfall, harðari óðnir og hægri aldur. Tey størstu vandamálini liggja tó helst í møguligum broytingum á okkara havleiðum. Veðurlagið í Føroyum er óvanliga heitt, tá vit samanbera við flestu onnur øki um sama breiddarstig. Fyri ein part stavar hetta frá lýggjum vindi, men streymurin, sum førir heitan sjógv fram við okkum, eigur eisini sín stóra lut í hesum, og vandi er fyri, at hesin streymur fer at vikna. Enn ber ikki til at siga, um hetta fer at henda, ella hvussu stórar møguligar broytingar verða, men sjálvt ein lítil minking í streyminum kann gera, at kaldur sjógvur lættari kemur inn á landgrunnin, og tað kann fáa ógvisligar avleiðingar. Eitt vandamál hjá okkum er gróðurin í sjónum. Alt tað, sum livir á landgrunninum, livir í seinasta enda av gróðrinum, og kanningar hjá Fiskirannsóknarstovuni vísa, at stórur munur er frá einum ári til annað. Hetta sæst eisini aftur í fiskinum, serliga hýsu og toski. Tey árini, tá nógvur gróður er, kemur meiri av toski og hýsu undan, og tey veksa eisini nógv skjótari. Enn er ikki greitt, hví gróðurin er so ymiskur tey ymsu árini, men alt bendir á, at tað er munur í veðurlagi, sum ger hetta. Um illa vil til, kunnu veðurlagsbroytingarnar tí fara at órógva gróðurin og harvið líkindini fyri fiskiskapi á landgrunninum. RMS Titanic. RMS Titanic var eitt bretskt ferðamannaskip, sum á jomfrúferð síni í 1912 sigldi á eitt ísfjall í norð atlantiska havinum morgunin tann 15. apríl. Stoyturin frá ísfjallinum hevði við sær, at skipið sakk. Við bæði manning og ferðafólki, tók RMS Titanic við sær 1.500 fólk til havs. Upprunaliga farleiðin hjá RMS Titanic var frá Southampton, Ongland til New York City, USA. Tá ið pinkukavbáturin kom fram, kundi vrakið loksins kannast. Tað vardi næstan tveir tímar hjá "Nautile" at koma niður til vrakið. Kavbáturin Nautile kann fara niður á 6000 m. Í lítla kavbátinum er kavarin vardur fyri høga trýstinum í havdýpinum. Í 1912 var Titanic liðugt bygt og var ein av størstu og glæsiligastu damparum. Í 1986 kannaði amerikanski kavbáturin "Alvin" vrakið av stóra ferðamannaskipinum Titanic. Strokkurin varð kannaður við kavtólmenni, nevnt "Jason Jr". Tólmennið tók eisini myndir av skipinum innan. Titanic liggur á stívliga 3000 m. dýpi. Hvalspýggjur. Hvalspýggja (frøðiheiti "Scyphozoa") er ikki fiskur, men ryggleyst djór. Meir enn 96 % av hvalspýggjuni eru vatn, og hon hevur ríkið í heimshøvunum síðan elstu tíðir. Hon hevur hvørki bein, eygu, heila ella hjarta. Longu trevsurnar verða nýttar at veiða við. Langar trevsur hanga niður úr hvalspýggjuni. Tá ið eitt lítið kykt svimur í tær, verður eitur sprænt á tað. Hvalspýggjur eru bleytar. Búkurin fer inn og út, eins og regnskjól letist upp og fer aftur. Hetta ger, at hvalspýggjan flytur seg. Hvalspýggja fer eftir ljósinum, hóast hon hevur eingi eygu. Hon svimur upp í sjógvin, har hon er í nánd av tí, hon etur. Mangar hvalspýggjur eru næstan gjøgnumskygdar. Nakrar teirra lýsa, so tær síggjast í myrkum sjógvi. Hetta gera tær oftast, tá ið onkur órógvar tær. Hvalspýggjurnar kunnu viga upp í 204 kg, eins nógv og ein fullvaksin hannleyva. Jarðskjálvtin í Sendai 2011. a>, vóru japanarar eisini raktir fylgjandi av ógvusligum eftirskjálvtum, eini tsunami, og sum um tað ikki var nóg mikið, eini kjarnorkuvanlukku. Jarðskjálvtin í Japan var 11. mars í 2011 kl 05:46 UTC. Skjálvtin máldi 9,0 á Richter-stiganum. Jarðskjálvtin, sum var tætt við Tōhoku, hevði miðdepil einar 10 kilometrar undir havbotninum. Jarðskjálvtin kom bæði við eini stórari tsunami, ið skolaði túsundtals heim vekk og drap fleiri túsund fólk, og eisini eini stórari kjarnorkuvanlukku. Hann var fríggjadagin tann 11. mars 2011 kl 14:46 (føroyska tíð). Túsundtals fólk hava mist heimið, túsundtals fólk hava mist síni kæru, túsundtals fólk eru vekk í øllum rokanum, og túsundtals fólk eru deyð. Myndugleikarnir í Japan siga, at jarðskjálvtin og flóðaldan hava kravt í minsta lagi 15 554 mannalív. Men myndugleikarnir stúra fyri, at nógv fleiri eru deyð. Tað vátta japansku myndugleikarnir í mars 2011. 22 598 fólk eru annaðhvørt staðfest deyð, ella eru ikki komin afturíaftur, eftir jarðskjálvtin og flóðalduna. Borgarstjórin í havnabýnum, Ishinomaki, sigur við tíðindastovuna "Kyodo", at bara í Ishinomaki eru út við 10 000 fólk ikki komin afturíaftur. Reyði Krossur Føroya hevði í mars 2011 fund, har tosað varð um, hvat kann gerast fyri at hjálpa Japan eftir jarðskjálvtan og flóðalduna fríggjadagin. Sahara. Sahara er størsta oyðimørkin í heiminum. Sahara er næstan so stór sum øll Evropa, hon tekur triðingin úr Afrika (9 100 000 km²). Sahara røkkur eystan úr Reyðahavi og vestur í Atlantshavi, norður at Atlasfjøllunum og Miðjarðarhavinum og suður at Sudan, nakað suður um 20 stig á norðurbreidd. Her veksur næstan einki. Veðurlagið í Sahara er sera heitt, tí har sær sólin hvønn einasta dag frá morgni til myrkurs frá skýleysum himli. Hitin verður tí óførur um dagin, eini 45-50 °C í skugganum. Veðurlagið í Sahara er sera eins alt árið, tí hvør dagur er sólardagur, og hvør dagur er regnleysur. Í teimum flestu støðum ganga fleiri ár ímillum hvørt ælið. Fjøllini Tibesti (í Libya) og Ahaggar (í Algeria) koma upp í 3000 metra hædd, tey eru heldur svalligari at búgva í enn niðri á háslættunum, og har uppi kemur ikki so lítið av avfalli. Har eru tí fleiri vala bygdir. Seinastu árini hevur Saharaoyðimørk etið seg longri og longri suðureftir, og nógv gott beitilendi er vorðið oyðimørk. Fá fólkasløg hava lagað seg til at búgva í Sahara. Eitt av hesum harðbalnu fólkasløgum eru "tuaregar", sum í øldir hava livað sum flakkfólk og eru gitnir fyri at fara langar leiðir ígjøgnum oyðimørkina á marknaðirnar við salti. Kalahari. Kalahari ella Kalaharioyðimørkin er ein oyðimørk í Syðra-Afrika. Kalahari- og Namibiaoyðimørkin eru av turrastu økjum í heiminum. Her liggja ormaeðlur í skugga og lúra eftir eitrandi skreljuslangum. Bæði her og í Sahara livir afrikanski strutsurin. Sanfólkið er eitt av fáu fólkunum í Kalahari. Tey búgva og arbeiða saman í smáum samfeløgum við føstum ættarbondum. Í øldir hava tey ferðast úr einum staði í annan í oyðimørkini og tikið skordýr og henta plantur at eta og við eiturørvum veitt smá dýr. Amasoná. Amasoná og áirnar, ið renna í hana, eins og mýrar og vøtn, eru ovurstórt ferskvatnsøki. Amasonáin er 6.439 km. Amasoná er 2. longsta á í heiminum. Úr keldunum langt uppi í kavataktu Andesfjøllum í Perú rennur hon 6.439 km ígjøgnum Perú og Brasil og út í Atlantshav. Ósin er so breiður, at ikki sæst av øðrum áarbakka og yvirum á hin, og so nógv vatn rennur í havið, at sjógvurin er sum ósavatn einar 180 km úr landi. Úr Amasoná renna 773 milliardir litrar av vatni hvønn tíma út í Atlantshav. Amasoná rennur úr Andesfjøllum í Perú og verður alsamt størri og breiðari, sum hon rennur eystur ígjøgnum Suðuramerika og út í Atlantshav. Longra helvtin á ánni rennur ígjøgnum Brasil, og hon er týdningarmesta flutningsleið í landinum. Stór skip sigla langt inn í landið, enntá til nýmótans býin Manaus, einar 1600 km. úr Atlantshavsstrondini. Á hvørjum ári fer áin upp um áarbakkarnar, og nógv móra, ið taðar væl, legst á markirnar. Størstu regnskógirnir eru fram við Kongoá í Afrika og Amasoná í Suðuramerika. Meginparturin av regnskóginum er í Brasil, báðumegin Amasoná. Ca Mau. Ca Mau er ein býur í Vjetnam, høvuðsstaður í Ca Mau landslutinum. Í 2010 var íbúgvaratalið 204.895. Býurin er 360 km sunnanfyri Ho Chi Minh City. Ca Mau Floghavn er 2 km frá miðbýnum. George Michael. George Michael (føddur Georgios Kyriacos Panayiotou, grikst: Γεώργιος Κυριάκος Παναγιώτου, 25. juni 1963 í London, deyður 25. desember 2016 í Goring-on-Thames) var ein enskur sangari, sangskrivari, tónleikari og tónleikaprodjúsari og úr London. Pápi hansara er griskur kyprioti og mamman er ensk. George Michael gjørdist heimskendur, tá hann og skúlavinmaður hansara Andrew Ridgeley vóru poppduo'in Wham!. Fyrsta staklag hansara sum einstaklingur var Careless Whisper, sum seldi yvir 6 milliónir um allan heimin. Hann vann sera nógvar heiðurslønir tey 30 árini, hann var virkin innan tónleikalívið. George Michael gavst við konsertferðum í 2008. Fyri ikki at framføra fyri einum hálvtómum leikvølli í 2008, gav poppkongurin ókeypis atgongumerki til fólk í Danmark. "Høvuðsorsøkin er, at eg eri nú 45 ára gamal. Eg haldi at popptónleikur eigur at vera fyri ungdómin, og ikki ein roynd í at halda út", segði George Michael. George Michael doyði í heimi sínum jóladag 2016. Justin Fashanu. Justinus Soni "Justin" Fashanu (f. 19. februar 1961 – d. 2. mai 1998) var fyrsti litti fótbóltsleikarin ið var seldur fyri 1 millión pund. Hann var føddur í Hackney í London. Fashanu hevði góð evnir sum boksari, men valdi fótbóltin frammum. Fashanu byrjaði sína fótbóltskarrieru í Norwich í 1978 sum 17 ára gamal, og bleiv fastur maður á besta liðinum, og skoraði í næstu 3 árini 35 mál í 90 dystum fyri felagið. Í 1980 skoraði hann flottasta málið í kappingarárinum ímóti Liverpool. Nottingham Forest, ið var ein stórmakt í evropeiskum fótbólti við Brian Clough á odda, keypti Justin Fashanu í 1981, og gjørdist hann fyrsti litti leikarin ið bleiv seldur fyri 1 millión pund. Í Forest gekk ikki gott hjá Fashanu. Clough var ikki glaður um, at tað hoyrdist at Fashanu var samkyndur, og bleiv Fashanu enntá biðin um at halda seg vekk frá venjingunum hjá liðinum. Sjálvsálitið hjá Fashanu var lágt og bleiv hann leigaður út til Southampton í august 1982. Í Southampton gekk betri hjá honum, og vildi venjarin Lawrie McMenemy keypa hann, men hevði felagið ikki nóg mikið av pengum. Í desember 1982 skifti hann til grannarnar í Nottingham, Notts County, fyri 150 000 pund. Í Notts County skoraði hann 20 mál í 64 dystum. Í 1985 var hann seldur til Brighton & Hove Albion fyri 115 000 pund, men har fekk hann ein álvarsaman knæskaða, og var hansara karriera í vanda. Hann fór til USA og eftir skurðviðgerð byrjaði hann aftur at leika við Los Angeles Heat, og síðani fór hann til Kanada, har hann leikti við bæði Hamilton Steelers og Edmonton Brickmen. Í 1989 gekk leiðin aftur til Bretlands og fekk hann sáttmála við Manchester City, men leikti hann bara 2 dystir í City, og eftir ein mánaða í Manchester fór hann til West Ham. Har leikti hann eisini bara 2 dystir, og síðani eftir eitt stutt uppihald í Leyton Orient endaði hann í Non League felagnum Southall, har hann var leikandi venjari. Í 1990 fartaldi Fashanu alment at hann var samkyndur, og skapti hetta mikla øsing í fótbóltsheiminum. Fleiri fyrrverandi liðfelagar vóru ikki blíðir og søgdu at samkynd høvdu onki at gera í liðítrótti. Bróðurin John, ið eisini var ein kendur fótbóltsleikari, vildi ikki vita av honum. Fashanu var útsettur fyri happing frá liðfelagunum og frá áskoðarum. Í 1991 var hann til royndarvenjing í Newcastle, men venjarin Ossie Ardiles vildi ikki bjóða honum ein sáttmála. Hann leikti ein dyst fyri Newcastle. Hann fekk sáttmála við Torquay, og var hann har frá 1991 til 1993, og hóast hann skoraði 15 mál í 41 dystum flutti Torquay niður í 3. Deild. Fashanu var eisini hjálparvenjari í felagnum. Í februar 1993 tá Torquay var við í niðurflytingarstríðnum frá 3. Deild, fekk venjarin sekkin og søkti Fashanu starvið sum venjari, men valdi felagið heldur Neil Warnock. Fashanu fór frá Torquay stutt eftir hetta, og gekk leiðin til Skotlands og Airdrie. Men í Airdrie gekk ikki so gott og flutti felagið niður frá bestu deildini. Hann fór so til Trelleborg í Svøríki men leikti bara 1 dyst við felagnum, áðrenn hann vendi aftur til Skotland, har hann skrivaði sáttmála við Hearts í 1993. Fashanu bleiv koyrdur úr felagnum í februar í 1994, fyri at hava roynt at selt søgur frá privatlívinum til fjølmiðlarnar, um hansara forhold við nakrar politikarar. Hann fór síðani til USA og bleiv ungdómsvenjari og eisini fór hann til Nýsæland. Í mars mánaða í 1998 bleiv hann handtikin fyri ósømuligan atburð í USA, og eftir at løgreglan hevði tosa við hann, fór hann aftur til Bretlands. 2. mai í 1998 tók hann sítt egna lív. Um morgunin tann 3. mai breyt Justin Fashanu inn í eina garasju í London og hongdi seg sjálvan. Í 2009 var eitt lið stovna til eitt tiltak í Brighton, og kallaðist liðið "The Justin Fashanu-All Stars". Liðið var stovna av Justin Fashanu átakinum ið stríðist fyri at samkynd verða vird í fótbólti. Finskt mál. Finskt mál er málið í Finnlandi og er minnilutamál í Svøríki. Um 5,2 milliónir fólk tala finskt, sum nú er, og støðan hjá finskum er betri enn nakrantíð áður. Nú á døgum verður finskt nýtt í øllum hugsandi viðurskiftum, bæði skipaðum og óskipaðum. Tá ið Finnland fór inn í ES, gjørdist finskt eitt av almennu málunum í Evropasamveldinum. Í Svøríki hevur finskt støðu sum alment viðurkent minnilutamál. Finskt er av uralsku málættini, ein kløn og støkkin keta av málum, sum røkkur frá eystursjóvarstrondini heilt til Jenisej-ánna og Taimyrhálvoynna í Sibiria. Finskt minnir um estiskt, men har er eisini skilskapur við sámisku málini. Í bæði finskum og sámiskum kann en til dømis skapa long orð við at leggja bendingar aftrat stovninum. Søga. Søgugongdin í finskum eftir frumfinska tíð verður býtt sundur í fimm. Keldur. * Hinduisma. Tekn hinduanna er halga ljóðið "OM". Hinduisma er ein heimsátrúnaður. Indiska trúgvin, hinduisma, varð grundað fyri fleiri enn 5000 árum síðan. Hindar trúgva á nógvar gudar, og flestu hindar trúgva á endurføðing. Hindu er persiskt orð fyri "India". Kendasta teknið hjá hinduismuni er orðamyndin OM, ið er "gud" á okkara máli. Átrúnaðurin hevur ongan stovnara og ongar skrifitir, men ístaðin eru elstu hindulærurnar í Rigvedakvæðunum, ið eru elstu átrúnaðarligu bókmentir í India. Nú eru nógvir hindu trúarflokkar, og tó at teir trúgva á somu gudarnar, hava teir tó ikki somu trúgv. Tað, sum eyðkennir hinduisma, er "karma", læran at fólk eru merkt av, hvat ið tey gjørdu í undanfarnum lívum, og hvat ið tey fara at gera í komandi tíðum. Flestu trúgva, at menniskjan hevur sál, sum ikki doyr, men fer úr einum kroppi í annan. Eru fólk góð, verða tey endurfødd til betri lív, men tey kunnu eisini, eru tey ónd, verða endurfødd sum djór, til dømis skordjór. Tí er tað, at dýr og menniskjur verða mett eins. Tað ræður tí um at gerast betri, so at tað slepst undan endurføðing. Soleiðis kemst í Mokshastøðuna. Hinduisman lærir, at eingin má sláa í hel ella gera seg inn á onnur. Prestar gera tænastu í templunum. Fólk koma hagar at biðja og ofra blomstur ella mat. Tá ið maturin er signaður, verður hann býttur ímillum tey trúgvandi ella latin teimum fátæku. Upprunasøgan. Hinduisma er tann trið elsti átrúnaður í heiminum og varð til í India fyri fleiri enn 5000 árum síðan. Hinduisman tók seg upp í India um 1750 f.Kr. Um 1500 f.Kr. kemur induevropiskt fólk, nevnt "ariar", til India úr Miðásia, og gamla indusmentanin fer til grundar. Sum tíðin leið, vórðu ariar og upprunafólkið blandað saman, og burtur úr tí spratt onnur mentan og nýggj trúarlæra, "hinduisman". Samfelagið varð skift í fýra stættir - prestastættin, hernaðarsættin, bóndastættin, keypsmansstættin og niðasta stættin, sum vóru tey, ið tæntu hinum stættunum. Landið varð býtt sundur í nógv fúrstadømi, og fúrstarnir úr hernaðarstættini høvdu politiska valdið. Harafturat varð samfelagið býtt sundur í nógvar ymiskar kastur, sum vóru skipaðar eftir ætt og starvi. Elstu átrúnaðarligu bókmentirnar, sum eru varðveittar í India, eru umleið 3000 ára gomlu Rigvedakvæðini. Tey halda sín uppruna ímillum ariarnar, men hinduisma hevur eisini djúpar røtur í gomlu indusmentanini. Gudar. a>. Shiva ræður lívi og deyða. Hinduisman hevur tríggjar høvuðsgudar, skaparin Brahma, uppihaldarin Vishnu og oyðileggjarin Shiva. Umframt tað er eitt ótal (eini 330 mió. í tali) av øðrum gudum, sum tey hava at halda seg til í dagliga yrki. Gudarnir kunnu vera forfedranna andar. Gomur indisk kvæði, tað gitnasta er "Mahabharata", siga frá gudunum og bardaga teirra við tað ónda. Nógvir hindugudar eru í ætt. Flestu hindar taka framum ein gud, sum teir tilbiðja. Men teir tríggir gudarnir, Shiva, Vishnu og Brahma, hava meira at siga enn allir hinir. Teir halda eisini, at mangt í natúrini er heilagt. Teir meta eisini fleiri dýr at vera heilag, sum kýr, krokudillur, apur og ormar. Hesi dýr eru friðað, og tí má eingin gera teimum ónáðir. Um onkur etur neytakjøt, trúgva teir, at hann er æviga glataður. Stættarbýtið. Ein og hvør hindi er føddur í ávísa kastu og ávísan bólk, og hetta ger av støðu hansara í samfelagnum. Høvuðsstættirnir vóru fýra - prestarnir, handverkarnir, hermenninir og bøndurnir. Hesir stættir fóru við tíðini sundur í hundraðtals aðrar stættir, til dømis hevði hvørt handaverk sín stætt. Stættirnir høvdu hvør sítt frámerki brent inn í pannuna ella á okkurt annað ásýnligt stað á stættarlimunum, so at øll skuldu síggja, hvønn stætt, ið tey hoyrdu til. Eingin mátti skifta stætt, og felagsskapur stættanna millum ella giftarmál var ólógligt. Giftust tvey úr hvør sínum stætti, vóru tey útihýst av stættunum og itu tá paria, sum merkir stættarleys. Tey stættarleysu vóru vanvird og hildin at vera órein, tey máttu halda seg burtur frá øðrum og livdu ofta í trongum korum. Hóast stættarbýtið nú er avtikið við lóg, situr tað so fast í hindiska fólkinum, at tað koma at ganga nógv ár, áðrenn tað hevur mist sína megi millum manna. Reglur eru enn, sum siga, hvussu fólk úr ymsum kastum skulu fara hvør við øðrum, ella um tey kunnu giftast. Hjúnaband og húslív hava nógv at siga hjá hindum. Ofta gera foreldrini av, hvørjum børn teirra skulu giftast við. Konufólkini halda seg til sítt og akta pápan ella mannin. Tey gera stórt brúdleyp. Brúður og brúðgómur fara í stásilig klæði, og skrýdd við blomstrum geva tey hvørt øðrum hátíðarlig lyfti framman fyri heilagum manni. Heilaga áin. a> er ein heilag á, og Benares, sum teir kalla "Varanasi", er ein heilagur býur. Mesta fólkið í India eru hinduar (80,5 % av tí samlaðu fólkinum), og halgasti býur teirra er Varanasi norðarlaga í India. Býurin er við ánna Ganges. Hinduar halda størstu ánna í India, Ganges, vera heilaga. Teir halda, at tváar tú tær í henni, verður øll synd vaskað burtur av tær. Hvørt ár koma fleiri milliónir pílagrímar til Varanasi at baða sær í ánni. Í Veranasi standa eini 400 gudatempul, sum trúgvandi hinduar valla til fleiri ferð um árið, og fram við Gangesánni standa eitt ótal av gistihúsum. Gistihúsini eru altíð full av fólki, sum er komið hagar at búgva, meðan tey tváa sær í Gangesánni, ella at verða har sínar seinastu dagar. Hinduarnir vóna, at tá ið teir eru deyðir, skulu teir verða brendir og stroyddir út í Gangesánna. Stjørna. Stjørnur verða til úr stórum skýggjum av foni og vatnsevni. Summar stjørnur eru ovurstórar. Sótu tær í miðjum sólkervi okkara, rukku tær langt út um ringrás jarðar. Summar eru nógv minni, til støddar sum gongustjørna okkara, og tær eru kámar. Telja vit ikki sólina uppí, hevur ljósið úr næstu stjørnu okkara 4 ár um at koma á jørðina. Fornaldar stjørnufrøðingar sóu, at stjørnurnar vóru altíð líka langt hvør frá aðrari. Teir ímyndaðu sær myndir á luftini, og at summar stjørnar skuldu verða skyldar. So er tó ikki. Men myndirnar, stjørnumerkini, sum til dømis Stórabjørn, eru góð, tá ið skil skal haldast á stjørnuhiminum. Stjørnufrøðingar nevna stjørnurnar við grikskum stavum - gamma, beta og alfa, eftir, hvar tær eru. Ortodoksa kirkjan. Ortodoksa kirkjan er næststørsta kristna kirkjan. Gudstænasturnar hjá teimum eru ikki eins, men hóast tær eru ymiskar, trúgva allar tí, sum Jesus lærdi. Nógv kristin í Eysturevropa, Eysturafrika og Ásia eru ortodoks. Í ortudoksu kirkjunum eru nógvar halgimyndir, sum nevndar verða íkonar. Í fyrstuni var kristindómurin katólskur, t.e. hann var um allan heim, men í 1054 klovnaði kirkjan. Pávin í Róm og erkibispurin (patriarkurin) í Konstantinopel gjørdust ósamdir um leiðsluna. Úrslitið varð, at kirkjan í Róm og kirkjan eystanfyri fóru sundur. Rómversku katolikkarnir og ortodoksa kirkjan í bæði Grikkalandi og Russlandi hava tó nógv átrúnaðarligt í felag. Tey ortodoksu góðtaka ikki myndugleika pávans. Orientalska ortodoksa kirkjan er ein grein, ið loysti frá høvuðskirkjuni vegna ósemju á kirkjufundinum í Khalkedonum í árinum 451, hon gjørdist høvuðskirkjan í Egyptalandi, Sýria, Armenia, Eritrea og Etiopia. Søga. Eftir Kristi deyða og uppreisn ferðaðust apostlarnir víða og boðaðu kristnu læruna og grundløgdu kirkjur í mongum londum. Tey fyrstu fimm patriarkatini vórðu stovnað í Alexandria, Antiokia, Jerusalem, Rom og Konstantinopel. Seinni blivu kirkjurnar í Sinai, Russlandi, Grikkalandi, Serbia, Bulgaria, Rumenia og nógva aðrastaðni grundlagdar. Í ár 320 flutti keisarin Konstantin I rómverska høvuðsstaðin frá Rom til Konstantinopelar. Sum fylgja av hesum komu týdningarmestu hendingarnar í kirkjuni at ganga fyri seg í hesum øki. Allir kirkjufundir vórðu hildnir í ella nærhendis hesum býi. Trúboðarar frá Konstantinopel umvendu slavisku fólkasløgini og onnur í Eystureuropa og umsettu bíbliuna og liturgisku tekstirnar til lokalu tungumálini. Orientalska ortodoksa kirkjan kvetti sambandið við høvuðskirkjuna á kirkjufundinum í Khalkedonum í árinum 451 vegna ósemju um Kristi náttúru. Rómversk-katólska kirkjan í Róm kvetti við hini patriarkatini eftir stóra klovningin í 1054. Í rómverska patriarkatinum varð biskupurin av Rom pávin, sum eftirfylgjari Pætur apostuls, uppfataður sum høvur alheimskirkjunnar við guddómligum vilja, men eystanfyri sá man einans pávan sum fyrsta millum javnlíkar (patriarkarnar). Hesin munur vaks seg til avgerandi ósemju, sum fyrst og fremst kom til sjóndar í trúarjáttanini. Vestanfyri bleiv tað vanligt at leggja eitt element (kallað Filioque) aftrat, nakað sum bleiv avvíst eystanfyri. Hetta endaði við, at báðir partar fordømdu hvønannan í 1054. Oyðileggingin av Konstantinopel vegna 4 krossferðina í 1204 økti um fíggindakensluna, og royndir um semju í fylgjandi øldunum miseydnaðust. Ikki fyrr enn aftaná annan vatikanfundin í 1962-65 er orðaskiftið tikið uppaftur. Kirkjubygnaður. Ortodoks kirkja í Ulan Ude, Russlandi. Havfrøði. Havfrøði (frøðiheiti "oceanographia") - vísindi um havið og lívið í tí. Læran um tey stóru heimshøvini, havfrøðin, er tað evni, havfrøðingarnir arbeiða við. Teir fara kanningarferðir við serútgjørdum skipum, kanna havbotnin, plantur og dýr í sjónum, og tekna eisini kort av botninum. Eisini fara havfrøðingar niður á botn í kavarakúlum at kanna dýralívið og botnin. Upplýsingar um høvini fáast nú eisini um fylgisvein. Moska. Ein moska er eitt hús (vanl. við torni) til muslimska gudstænastu og halgigerðir. Áðrenn fólk fara inn, lata tey seg úr skónum og vaska sær. Tey venda sær ímóti einari kullu í vegginum. Henda kulla nevnist mihrab, og vísir ímóti Mekka í Saudiarábia. Hvønn fríggjadag eiga muslimar at fara í moskuna. Aðrar dagar kunnu tey biðja, har tey eru stødd. Fimm ferðir um dagin fer ein rópari (muezzin) upp í eitt høgt torn, minaret, og kallar allar muslimar til bønarhald. Elstu moskurnar vóru vanlig hús, men seinni eru moskur bygdar, sum eru dømi um mæta muslimska list. Islam bannar myndum av menniskjum og øllum livandi verum. Tí eru veggirnir skrýddir við kynstrugum mynstrum og vakurt skrivaðum teksti. Tey trúgvandi leggja seg fram eftir rommum, meðan tey biðja. Reglur og siðvenja. Moskur hava eina røð av reglum, ið skulu fáa tey trúgvandi at hugsavna seg um at tilbiðja Gud. Bønarleiðari. Ein bønarleiðari, imamur, verður vanliga - men ikki altíð - útpeikaður ella valdur av samkomuni, og hann leiðir bønarmøti. Allir muslimskir myndugleikar eru samd um, at bert men kunnu leiða møtini fyri menn. Tó eru kvinnuligir bønarleiðarar loyvdar at leiða møtini frammanfyri kvinnunum, ið antin eru í einum øðrum rúmi enn menninir ella sita aftast í rúminum. Reinføri. Allar moskur hava reglur um reinføri. Áðrenn muslimar leggja seg á knæ at biðja í einari mosku, vaska teir sær um andlit, føtur og hendur. Fólk mugu ikki fara inn í bønarhøllina, har teppi er á gólvinum, uttan at lata seg úr skógnum fyrst. Klæðir. Sambært islam mugu tey trúgvandi ið koma inn í moskurnar vera ílatin klæðir ið sýna tey sum lítilætin. Menn mugu vera í leystsitandi klæðum, ið ikki avdúka kropsformin. Somuleiðis mugu kvinnur lata seg í leystsitandi klæðir, ið fjalir handliðið og øklarnar, og tær mugu fjala høvdið við einum "hijab" ella øðrum klædnaplaggi. Kynsskilnaður. Tað finst onki skrivað í Kuranini um evnið kynsskilnaður í moskunum. Men sambært siðvenju eru kvinnur og menn skild sundur í moskuni. Kvinnur fáa ofta at vita, at tær skulu seta seg í aftastu røðini aftanfyri menninir. Hetta er lutvíst ein praktiskur spurningur, av tí at tann siðbundni matin at biðja er at liggja á knæ á gólvinum og fram eftir rommum við høvdinum niðri á gólvinum, og har hevði tað verið ótespiliga avdúkandi fyri nógvar kvinnur og órógvandi fyri menninir. Traditionalistar siga, at Muhammad heldur sá, at kvinnur bóðu heima heldur enn í moskuni, og tey endurgeva eitt "hadith" har Muhammad skal hava sagt: "Tann besta moskan fyri kvinnur er innari parturin av heimi teirra," sjálvt um kvinnur vóru virknir luttakarar í moskuni, ið Muhammad stovnaði. Muhammad segði við muslimar, at teir ikki skuldu banna kvinnum at koma inn í moskurnar. Tær hava loyvi til at fara inn. Tann annar Sunni-kaliffurin ʻUmar bannaði einaferð kvinnum at fara inn í moskurnar um kvøldið, tí hann var bangin fyri, at tær kundu blíva álopnar ella útsettar fyri seksuellum ágangi frá monnum, so hann kravdi, at tær bóðu heima við hús. Nógvar moskur í dag hava atskild rúm fyri kvinnur. Moskur í Suður- og Landnyrðingsasia seta menn og kvinnur í hvør sítt rúm, tí soleiðis hava moskurnar har verið bygdar í øldir. Í nærum tveimum triðingum av amerikonskum moskum biðja kvinnur aftanfyri ein skilavegg ella í einum ørðum rúmi, ikki í høvuðs biðihøllini. Summar moskur loyva als ikki kvinnum við teirri grundgeving, at har er onki atskilt rúm til tær, og tí at fríggjadagsbønin er kravd fyri menn, men ikki fyri kvinnur, tær kunnu velja um tær vilja luttaka ella ikki. Sjálvt um tað eru sektiónir ið bert eru fyri kvinnur og børn í Stórmoskuni í Mecca, so er tann moskan integrerað fyri bæði kynini. Sýnagogur. Ein sýnagoga er eitt hús til jødiska gudstænastu og halgigerðir. Har er m.a. bøndarhald og lestur. Har koma fólk saman í brúdleyp, og har verða drongur og genta vígd jødadóminum. Í sýnagogur bera menn yarmulke ella kipa á høvdinum. Menninir bera eisini biðisjál um herðarnar, tá ið biðið verður. Torarullarnar verða bornar fram fyri guðstænastuna og verða síðan goymdar í skápi. Halgiskriftir jøda eru á aramáiskum ella hebráiskum máli. Gudstænastan hjá jødum er á hebráiskum, sum nú er móðurmálið í føðilandinum, Ísrael. Helli. Hellini eru nógvastaðni íkomin av vatni, sum hevur seyrað niður úr erva og loyst kálkgrýtið. Tey eru fleiri túsund ára gomul. Tey ganga inn í fjøllini ella niður í undirgrundina. Eisini fram við sjóvarmálanum eru helli, og eru tey íkomin av brimi. Í Føroyum eru mong tílík helli, og í summum eru kópalátur. Helli kunnu eisini vera í jøklum og í storknaða gosgrýtinum uttan um eldgos. Í flestum hellum er bæði myrkt og slavið. Summi helli eru ikki hægri, enn at fólk fær staðið. Onnur, sum til dømis stóru hellisskipanirnar í Pyrineafjøllum, ganga nógvar km. inn í fjøllini. Í Lascaux í Fraklandi eru tey 1,5 km. undir jørð. Har eru funnin veiðiamboð og hellismyndir, sum forsøgulig fólk fyri einum 20 000 árum síðan hava gjørt. Sumstaðni í t.d. Ásia og Afrika búgva fólk enn á okkara døgum í hellum. Stórur hellisskipanir eru, har ið undirlendið er kálkgrýti. Vatn er seyrað ígjøgnum kálkgrýtið í nógv túsund ár. Í regni er natúrlig sýra, og hon loysir kálkgrýtið. Smáar poknur eru so við og við vorðnar stórar holur. Soleiðis eru eisini áir, ið renna undir heilum, komnar í. Vatnið hevur so skarvað av fjallinum. At granska helli er starvið. Neyðugt er við útgerð at kunna lesa seg niður í slavnar og myrkar gongir. Umráðandi er at vera væl ílatin, at vera í hjálmi við lykt og at hava góða og nógva línu. At granska helli er hættisligt, fer brádliga at regna, kann flóta yvir, ella omanlop kann byrgja fyri, so at ikki slepst úr hellinum aftur. Ídnaðarland. At eitt land er ríkt er m.a. ávirkað av ídnaði, tilfeingi og politiskum tryggleika. Ídnaðarlondini eru í høvuðsheitinum tey ríku londini í Vesturheiminum. Í teimum londum, vit kalla "ídnaðarlond", er ídnaðurin týdningarmesti vinnuvegurin. Í menningarlondum eru serstakliga landbúnaður ella fiskivinna týdningarmest, ikki tí, fólk í ídnaðarlondum liva eisini av fiskivinnu og landbúnaði, men úrtøkan til hvørt fólk ella hvønn arbeiðstíma er munandi betri enn í menningarlondunum. Ídnaðarlondini hava hægri úrtøku, tí maskinur gera ein part av arbeiðinum, betur verður dyrkað, funnið verður fram til nýggj kornsløg, handilsstøð nýtt og ikki mykja, nýggj amboð, sum arbeiða jørðina betur, og ofta eru garðarnir størri. Lond í Vesturheiminum bygdu upp sín ídnað í 19. og fyrra helmingi í 20. øld, í hjálandaveldistíðini. Flestu av hesum hjálondum eru nú sjálvstøðug lond, men kortini eru tey heft búskaparliga at Vesturheiminum. Tey noyðast at læna pening í ídnaðarlondunum til høgu rentu, og skulu tey gjalda aftur lánini, noyðast tey at selja ídnaðarlondunum tilfar fyri tað, ídnaðarlondini leggja á. Og skuldi tað eydnast onkrum mennigarlandi at gjørt ídnaðarvøru, so er næstan ógjørligt at sleppa inn á marknaðin í ídnaðarlondunum. Jugoslavia. Jugoslavia (slovenskt, makedónskt, serbiskt og kroatiskt: "Jugoslavija", albanskt: "Jugosllavia") var sameint sosialistiskt sambandslýðveldi, ið var sett saman av seks lýðveldum og tveimum sjálvstýrandi landspørtum. Báðir teir sjálvstýrandi landspartarnir vóru í serbiskum øki: Kosovo sunnanfyri og Vojvodina norðanfyri. Umleið 42 % vóru griksk-katólsk, 32 % rómversk-katólsk og 13 % muslimsk. Týdningarmestu málini vóru slovenskt, makedónskt, serbiskt og kroatiskt. Harafturat vórðu talað 12 onnur mál. Gamla Jugoslavia fór sundur í hesi sjálvstøðugu ríkini: Makedónia, Slovenia, Bosnia-Hersigovina, Kosovo, Montenegro, Serbia og Kroatia. Londini. Lýðveldini í gamla Jugoslavia (eftir 17. februar 2008 sjey óheft ríki). Balkanhálvoyggin. Á Balkanhálvoynni, sum gongur norður móti Sava og Donau, eru Grikkaland, Bosnia og Hersegovina, Kroatia, Kosovo, Makedónia, Bulgaria, Montenegro, Serbia, Slovenia, Albania og so harafturat evropaparturin av Turkalandi. WHO. Altjóða Heilsustovnurin (heilsustovnurin undir ST) (á enskum "World Health Organization", ofta stytt "WHO") er ein altjóða felagsskapur, sum hevur til endamáls, at tryggja eina altjóða heilsu. Felagskapurin varð settur á stovn tann 7. apríl 1948. Hann hevur høvuðssæti í Genève, Sveis. Altjóða felagsskapurin roynir á mangan hátt at betra um lívskorini, serliga í teimum londum, ið eru mest tilafturskomin, t.e menningarlond. Felagskapurnin roynir og hevur til endamáls, m.a. at stríðast móti sjúkum og smittukeldum, og í samstarvi við aðrar undirstovnar, til dømis UNICEF og FAO, at skapa betri reinføri, útvega reint vatn og arbeiða fyri matvørumenning. Í 1981 verður samkyndleiki alment strikað, sum ein sjúka í Danmark og somuleiðis í Føroyum. WHO tekur somu avgerð í 1992. Paranormal Activity. Paranormal Activity er ein amerikanskur ræðufilmur úr 2007. Filmurin hevur 15 ára aldursmark. Leikstjórnaður av Oren Peli. Tá Paranormal Activity var gjørdur í 2007 gekk ógvuliga illa at finna nakran at útgeva filmin, helst tí at tað ikki var hildið, at man kundi selja ein film sum var gjørdur fyri lítlan og ongan pening, og sum var settur saman sum ein røð av heimaupptøkum. Í 2009 eydnaðist tó at finna eitt filmsfelag at geva filmin út, og bleiv hann marknaðarførdur sum vemmuligasti filmur nakrantíð. Hendan marknaðarføring riggaði so mikið væl, at filmurin gjørdist eitt stórt hit, hetta hóast at filmar sum "Blair Witch Project" og "Cloverfield" áður høvdu roynt seg við sermerkta "shaky-cam stílinum". Søgugongd. Katie Featherston og Micah Sloat (sum tey eita á filmi og í veruleikanum) búgva saman í einum húsum í San Diego í Kalifornia, og summi løgin ting henda um náttina. Micah, sum róliga kann kallast at vera "alpha male typan", keypir sær eitt myndatól og ljóðútgerð, so tey kunnu finna útav hvat tað er sum hendir um náttina. Tey hava varhugan av, at tað kanska er eitt spøkilsi, sum er uppá spæl, men tað skal vísa seg at vera nakað eitt sindur meira diaboliskt. Mannarættindi. Lógir mugu ongantíð gera mun á fólki óansæð hvørji tey eru av, óansæð húðarlit, óansæð livihátt ella onnur eyðkenni ella frábregði. Mannarættindi eiga øll fólk, sama hvørja kyn, átrúnað, seksualitet, tjóðskap, húðarlit, rasu ella politiska áskoðan. Grundleggjandi mannarættindi eru rætturin til frælsi, lív og javnlíkindi. At sleppa at liva er týdningarmesti mannarættur. Frælsi at skriva og tala eru týðandi politisk- og borgarlig rættindi. Tað er sensurur ella ritskoðan, tá ið rithøvundar og blaðfólk ikki sleppa at skriva tað, sum tey vilja. Og tað eitur "propaganda", tá ið myndugleikar í sjónvarpi, bløðum, útvarpi og bókum bara greiða frá tí, sum teir sjálvir siga er rætt. Skrivi- og talufrælsið trívst best, har ið fólkaræði er. Propaganda og sensurur eru mest, har ið einaræði er. Vit hava vant okkum við, at samfelagið verður stýrt eftir lógum og reglum, sum landsins kosnu menn seta í gildi, og at hesar fyriskipanir eru stuðulin undir flestu rættindum okkara. Mannarættindini harafturímóti eru truplari at seta í verk og halda. Tey eru viðtikin í altjóða sáttmálum. Mong lond og ríkissamgongur hava stovnað egið mannarættindaráð, sum skal síggja til, at myndugleikarnir virða mannarættindini. Og tí kunnu bæði sjálvstøðug lond, tjóðir og einstaklingar klaga um brotin mannarættindi. Mangir felagsskapir, sum eru knýttir at ST, umframt Reyðikrossur, Bjargið Barninum, Heimsráð Kirkjunnar, Amnesty International o.m.a gera eisini sítt at verja mannarættindini. Evroparáðið hevur eisini gjørt sítt á hesum øki. "Evropeiska mannarættindaráðið", ið er stovnað og "Evropeiski mannarættindadómstólurin" er grundfestur á "Evropeisku mannarættindayvirlýsingina", sum varð sett í gildið í 1953. Søga. Hugtakið "mannarættindi" sæst langt aftur í søguna. Longu fyri meira enn 2500 árum síðan spratt so líðandi í griksku býarsamfeløgunum krav um, at allir frælsir menn (útlendingar, konufólk og trælir sluppu ikki upp í part at taka avgerðir í samfelagnum) skuldu ráða yvir ella hava ávirkan á og medavgerðarrætt í sínum samfelag. Tað er úr hesum býarsamfelagnum, at fólkaræðiliga siðvenjan í Vesturheiminum er runnin. Í miðøld hevði kirkjan mikið vald í samfelagnum. Kongur hevði fingið sítt veldi frá Gudi, og tey rættindi, fólkið hevði, hevði Gud eisini givið. Og tað var eftir kirkjunnar læru, at skilt var ímillum rangt og rætt. Í 1215 var í Bretlandi undirritað eitt frælsisbræv kallað "Magna Carta", sum hevur verið grundarlagið undir mongum lógum, sum eru galdandi í Bretlandi. Í hesum skjali stendur, at rættindi, sum bara hava verið galdandi fyri kong, nú eisini skuldu vera galdandi fyri aðalin. Lítillátað framgongd eftir teimum viðurskiftum, sum nú galda á okkara leiðum, men skjalið eyðkennir stríðið ímóti kúgan og sjálvum støðinum undir mannarættindinum. Í 16. og 17. øld viknaði kirkjunnar vald og ávirkan hennara á mannahugsanina. Heimspekingar hildu, at markið ímillum rætt og rangt var ein náttúrulóg, sum var alheimslig og galt øll. Í Amerikanska Frælsisbrævinum frá 1776 verður m.a. sagt, at "øll fólk eru skapað líka". Í fronsku kollveltingini í 1789 vóru herrópini "Javnaður, frælsi og brøðralag". Javnrættindi fingu tó ikki øll. Fólk vórðu deyðadømd og avrættað. Enn var eisini trælahald. Fátækrafólk og kvinnur høvdu ikki valrætt. Danska grundlógin, sum eisini er galdandi í Føroyum, hevur síðan 1849 havt viðtøkur, sum verja borgaranna rættindi. Eftir 2. heimsbardaga samtykti Sameindu Tjóðir heimsyvirlýsing um mannarættindi. Hetta var 10. desember í 1948. Í yvirlýsingini eru 30 greinir um grundleggjandi rættindi og frælsi manna. Seinni hevur ST eisini samtykt sáttmálar um fíggjarlig, mentanarlig, politisk og almenn rættindi og ein sáttmála móti rasukúgan. Sáttmálarnir binda tey lond, sum skriva undir. Hesi bæði grundsjónarmiðini (gudagivin- ella náttúrugivin rættindi) høvdu ikki við sær rættvísi, hvørki í ríkjum og ávísum samfelagsbólkum ella fyri einstaklingin. Tað, vit rópa miðalstættina í Vesturheiminum, hevði um hetta mundið fingið so týðandi støðu í samfelagnum, at tíðin var komin til ógvisligar samfelagsbyltingar. Kortini var enn talan um rættindi, sum bara viku at heilt avmarkaðum samfelagsbólkum. Sama endurtók seg eisini í Amerikonsku Frælsisyvirlýsingini í 1776, sum bygdi á somu hugsjónir. Danska grundlógin frá 1849, sum eisini er galdandi í Føroyum, varð eisini ávirkað av hesum báðum skjølum og teirri menning, sum hevði verið í hesum londum. Um somu tíð mennist ídnaðurin, og tað, sum vanliga verður kallað ídnaðarkollveltingin, gerst veruleiki. Higartil hevði kjakast verið um politisku rættindi einstaklingsins. Men ídnaðarkollveltingin hevði við sær almenna neyð og fíggjarligt órættvísi, sum ikki hevði havt sín líka í heimssøguni. Bardagin at bøta um fólksins almennu og fíggjarligu kor setti dám á menningina frá fyrst í undanfarnu øld og heilt at miðjuni í okkara øld. Nýggj kollvelting, tann russiska í 1917, boðaði frá bylting, har fjøldin í samfelagnum kravdi at vera við til at mynda tað samfelag, tey skuldu liva í. Alla hesa øldina hevur tað sett sín dám á samfelagsmenningina - Stríðið fyri vælferðarsamfelagnum, og fíggjarliga, politiska og almenna tryggleikanum hjá øllum borgarum í samfelagnum. Hugsa vit um okkara egnu øld, er hon merkt av tveimum heimskríggjum. Í hesum báðum orrustum var mannfallið so stórt sum aldri áður. Ímillum kríggini bæði var álvarslig fíggjarkreppa, hart stríð fyri almennum rættindum og týska jødajagstranin, tá var, bar boð um, at tryggleiki og grundleggjandi rættindi vóru ikki sjálvsøgd. Seinni heimsbardagi endaði við, at kjarnorkubumban var nýtt. Hesi kríggini vóru tey fyrstu, har ið fólkið var nógv meinari rámt enn fyrr og gjørdist tann stóri taparin. Kríggj og vápnað ósemja høvdu nú fingið heimsumfatnadi avleiðingar, og heimssamfelagið viðurkendi, at okkurt mátti gerast. Í teirri vón at forða fyri, at ósemjur aftur skuldu fáa so ógvisligar avleiðingar sum Annar heimsbardagi, var felagsskapurin Sameindu Tjóðir stovnaður 24. oktober í 1945. Endamálið var friður. Ein treyt fyri hesum máli er, at grundleggjandi mannarættindini verða vird. Hesi rættindi vóru staðfest í Heimsyvirlýsingini um mannarættindi frá 1948. Yvirlýsingin er ikki bindandi løgfrøðiliga, enntá ikki í teimum londum, sum hava undirskrivað hana. Eftir tað er skoytt upp í hana, og tær viðtøkurnar eru nú bindandi fyri tey lond, sum hava skrivað undir. Í 1966 komu tvær av hesum viðtøkum í gildi. Barnarættindi. a> arbeiða summi børn í ruskdungum. Í fleiri enn 24 londum verða børn undir 15 ára aldur brúkt sum hermegi hjá stjórnini og í uppreistri. Kríggj rakar børn meinast. Hvønn dag doyggja uml. 22 000 børn um allan heimin. Flestu teirra kundu livað, um heilsuviðurskiftini høvdu verið betri. UNICEF, barnagrunnur ST, heldur, at fleiri enn 100 milliónir børn halda til úti á gøtuni. Mangt ger, at børn fara út á gøtuna, til dømis fátækt, harðskapur, svongd ella kynslig misnýtsla. Barnatalið økist, sum húski flyta av bygd og í bý. ST-sáttmálin um barnarættindi. ST samtykti í 1959 Yvirlýsing um barnarættindi. Í yvirlýsingini eru 10 greinir, ið skulu verja børn og tryggja teimum vælferð. Men ein yvirlýsing er ikki bindandi. Tí skeyt Pólland upp í 1979, altjóða barnaárið, at gerast skuldi ein altjóða sáttmáli um barnarættindi. Lond, ið góðkenna ein altjóða sáttmála, binda seg samstundis at halda hann. Á aðalfundi í ST 20. november í 1989 varð viðtikin altjóða sáttmáli um barnarættindi. Hann sigur m.a., at fólk undir 18 ára aldur er barn. Men undantøk eru. Í summum londum er lógaldurin lægri og barnaaldurin samsvarandi. Altjóða sáttmálin slóðar fyri tí, "ið gangnar barninum best". Húskið hevur størsta týdning í lívinum hjá barninum, og samfelagið hevur ábyrgd av, at altjóða sáttmálin um barnarættindi verður hildin. Sáttmálin fekk gildi á heysti 1990, tá fleiri enn 20 lond høvdu staðfest hann. Føroya Løgting setti við kunngerð nr. 90 frá 7. oktober 1993 sáttmálan í gildi frá 11. mai 1993. Nú hava fleiri enn 140 lond skrivað undir at halda tær 54 greinirnar í sáttmálanum. Einføld útgáva. Altjóða sáttmálin um barnarættindi er galdandi fyri øll børn í heiminum. Miðvágs Róðrarfelag. Miðvágs Róðrarfelag er føroyskt róðrarfelag úr Miðvági. Miðvágs Róðrarfelag varð stovnað á vári 1956. Felagið er virkið og eigur fleiri kappróðrarbátar, sum luttaka í FM kappróðri hvørt summar. Felagið hevur egið neyst, sum varð tikið í brúk í 2007. Niclas í Koltri smíðaði fyrsta kappróðarbátin hjá felagnum, tað var áttamannafarið Miðvingur, sum Niclas smíðaði í 1957. Sámal Hansen úr Runavík hevur smíðað teir nýggjastu bátarnir hjá Miðvágs Róðrarfelag. Bátarnir eru hvítir, hava bláar stokkar og reyða rond. Minecraft. Minecraft er eitt telduspæl sum er stovanð av Markus 'Notch' Persson. Minecraft bleiv kunngjørt tann 17. mai 2009, og Beta var kunngjørt 20. desembur 2010. São Paulo FS. São Paulo Fótbóltsfelag ella São Paulo FS er eitt fótbóltsfelag úr São Paulo í Brasilia. Felagið varð stovnað í 1930. Masiela Lusha. Masiela Lusha (fødd 23. oktober 1985) er ein amerikanskur/albanskur sjónleikari og rithøvundur. Hon hevur týtt yrkingar, ið Móður Teresa hevur yrkt, og so hevur hon skrivað fleiri bøkur á ymiskum málum. Kirstin Strøm Bech. Kirstin Strøm Bech (fødd 1956 í Vági) var borgarstjóri í Vágs Býráð frá 1. jan. 2005 til 31. des. 2012. Kirstin er útbúgvin fólkaskúla lærari. Áðrenn hon gjørdist borgarstóri í Vágs kommunu starvaðist hon sum lærari í Porkeris Skúla. Kirstin stillaði upp fyri Javnaðarflokkin og varð fyrstu ferð vald í býráðið í november 2004 og varð av býráðnum vald til borgarstjóra. Hon var borgarstjóri frá 1. januar 2005. Til valið í november 2008 varð hon afturvald og helt fram sum borgarstjóri eitt valskeið afturat. Kirstin Strøm Bech gjørdist stýrislimur í Kommunusamskipan Føroya, tá hon gjørdist borgarstjóri, hon var næstformaður frá 1. juli 2006 til 31. desember 2008. Gekkur. Gekkurin er bingospælið í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Øll, sum hava keypt seðil/seðlar á sølustøðunum kring landið áðrenn klokkan 19:00 fríggjakvøld, hava møguleika at spæla við í Gekkinum. Hvør seðil kostar 30,00 krónur. Gekkurin verður sendur klokkan 19:45 fríggjakvøld. Gekkurin var fyrstu ferð á skránni í februar 1997, og hevur koyrt á meir ella minni sama hátt síðan. Fyrstu tvey árini var vinnarin frá seinasta fríggjakvøldinum inni í sjónvarpsstovuni og snaraði hjólinum, og tá vóru eisini tvær gekkapuljur. Seinni gjørdist møguligt at ringja inn í sjónvarpsstovuna og snara hjólinum við at trýsta á knapparnar á telefonini. Samstundis bleiv avgerð tikin um minka gekkapuljarnar til eina størri heldur enn tvær minni. Størsta upphæddin, ið er vunnin, er 3.400.000,00 krónur. Henda upphæddin varð vunnin fríggjakvøldið 3. august 2018. Tað eru trý fólk sum skiftast um at vera gekkavertir, tey eru (2017): Magnus Magnussen, Jan Gardar og Petrina Berg. Ein av teimum sum var vertur fyri sendingini í fleiri ár var Rudolf Joensen úr Klaksvík - hann var við frá byrjan. Í trimum teimum fyrstu spølunum vinna tey, sum fáa fult rað. Øll, sum fáa fult rað, vinna eina peningaupphædd. Tey, sum eru fyrst at ringja inn og sleppa ígjøgnum, sleppa at velja ein bókstav. Handan bókstavin eru nakrir vinningar at velja ímillum. Virðið á vinningunum handan bókstavirnar er annaðhvørt umleið 2000, 4000 ella 6000 krónur. Í síðsta spælinum vinna tey, ið fáa fulla plátu. Her er sama galdandi, at øll, ið vinna, fáa eina peningaupphædd. Í síðsta spælinum er tó bert ein, ið sleppur ígjøgnum til sjónvarpsstovuna. Tann, ið sleppur ígjøgnum, skal draga gekkahjólinum, og hevur møguleika at vinna stórar upphæddir. Størsti vinningurin er gekkapuljan. Hamferð. Hamferð er føroyskur doom metal-tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 2008 av guitaristinum John Egholm. Tann fyrsta framførslan hjá bólkinum var til GBOB kappingina í 2008, har bólkurin spældi seg í finaluna. Aftaná GBOB var bólkurin óvirkin í eina tíð, burtursæð frá at manningin broyttist eitt sindur. Guitaristurin Theodor Kapnas og ljómborðsleikarin Esmar Joensen komu upp í bólkin, sum longu innihelt guitaristin John Egholm, sangaran Jón Hansen, bassistin Tinna Tótudóttir og trummuleikaran Remi Johannesen. Bólkurin hevur fleiri ferðir spælt á føroyskum tónleikafestivalum og størri konsertum, t.d. á G! Festivalinum, Summarfestivalinum og Ólavsøkukonsertini. Í 2011 vóru teir á konsertferð í Evropa. Í mars 2012 vunnu teir kappingina her í Føroyum um at gerast tann tónleikabólkurin, ið slapp at kappast um at vinna ársins Wacken Metal Battle á Wacken Open Air festivalinum. Teir endaðu við at vinna kappingina í Wacken í Týsklandi. 28 tónleikabólkar spældu í finaluni, Hamferð vann. Heiður. Fyrst í 2010 vann Hamferð tónleikakappingina Sement, sum gav teimum heitið "Føroya besti nýggi bólkur 2010". Í desembur 2010 vann Hamferð heitið sum besti nýggi bólkur í Føroyum á Planet Awards 2010. Í 2012 vann bólkurin tónleikakappingina "Wacken Metal Battle Føroyar 2012", sum gav teimum finalupláss á týskum tungmálms tónleikafestivali. Konsertferð í Evropa. Hamferð var í november 2011 á konsertferð gjøgnum Evropa. Talan var um ein part av sokallaðu Dead Tyrants konsertferðini við heimskendu bólkunum Týr og Moonsorrow(FI) umframt minni kenda Crimfall(FI). Konsertferðin fevndi um 14 konsertir yvir 16 dagar, og leiðin gekk ígjøgnum Týskland, Belgia, Frakland, Sveis, Spania, Italia og Slovenia. The Dreams. The Dreams er ein føroyskur popp-, rokk- og punktónleikabólkur. Søgan. Bólkurin varð stovnaður í 2004, men longu í 2003, áðrenn The Dreams var til, vóru Hans Edvard Andreasen og Heini Mortensen limir í einum øðrum punk bólki, sum nevndist Zink. Umframt teir báðar vóru tveir aðrir limir í bólkinum: Heðin Egholm Skov og Edmund í Garði. Heðin fór úr bólkinum í 2004 og í staðin bleiv Eirikur Gilstón Corfitz Andersen limur í bólkinum. Bólkurin Zink gav út fløguna "Totally Love Songs". Seinni í 2004 fór Edmund í Garði úr bólkinum. Hinir tríggir: Hans Edward Andreasen, Heini Mortensen og Eirikur Gilstón Corfitz Andersen avgjørdu at halda fram við bólkinum og broyttu navnið til The Dreams. Í 2004 vóru teir so hepnir at vera útvaldir fram um fleiri túsund aðrar bólkar til at framføra í tónleikasending og kapping hjá sjónvarpsrásini MTV Europe, sum nevndist "A Cut". The Dreams gjørdist nummar trý. Í 2005-06 flutt teir tríggir niður til Keypmannahavnar hvør í sínum lagi. Har hildu teir fram við bólkinum The Dreams. Í 2006 góvu teir út fløguna "Tazy", sum var ein endurnýggjan av føroyskum klassikarum. Ein av mest spældu og kendu sangum av tí fløguni var "Sasasa" sum Georg Eystan Á áður hevði sungið. Í november og desember 2006 luttók The Dreams í altjóða tónleika kappingini "Global Battle of the Bands". Teir gjørdist nummar trý í kappingini. Tað var her at bólkurin møtti teirra framtíðar framleiðara, tí ein av dómarunum var nevniliga danin Lars Pedersen, betri kendur sum Chief One. Í 2007 kom lítlibeiggi Eirik, Corfitz, við í bólkin. Í 2008 luttók The Dreams í donsku tónleika kappingini "Dansk Melodi Grand Prix" við sanginum "La' mig være". Teir gjørdust nummar fýra. Sama mánað góvu teir út fyrstu donsku fløgu teirra "Den nye By". The Dreams hevur givið út fleiri fløgur í Danmark, har teir sungu á donskum, bæði einkultar fløgur (single) og fløgur (CD). Í 2010 góvu teir eina fløgu út á enskum. Teir hava verið á tónleikaferð í Týsklandi, har teir eisini góvu út stakfløguna "Under the Sun". Í desember 2010 vann The Dreams føroyska tónleikaheiðurslønina Planet Awards 2010 í bólkinum "Ársins bólkur". Levi Mørk. Levi Mørk føddur 08.10.1968 í Vági, var valdur býráðslimur í Tórshavnar býráð við býráðsvalið í november 2008 og tók sæti í býráðnum 1. januar 2009. Hann stillaði upp fyri Javnaðarflokkin. Levi var limur í sosialu nevnd, teknisku nevnd og í byggi og býarskiparnarnevndini, har hann var formaður í 1 ár. Levi Mørk, varð valdur í Vágs býráð á býráðsvalinum í nov 2016, fyri Javnaðarflokkin. Har hann m.a er formaður í nýstovnaða Ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu. Levi er útbúgvin námsfrøðingur, HH og hevur leiðaraútbúgving. Hann búðií í Danmark frá 1996 - 2006 og var m.a í starvið hjá Danska Reyða Krossi. Heimafturkomin var hann leiðari fyri frítíðarskúlanum í Hoyvík í fleiri ár. Somuleiðis var hann politiska drívmegin aftanfyri ungdómshúsið Klubb 188 í Hoyvík. Levi býr í dag í Vági og hann starvast framvegis innan barna og ungdómsøki. Klaksvíkar Róðrarfelag. Klaksvíkar Róðrarfelag (KRF) er føroyskt róðrarfelag í Klaksvík. Stovnað 6. mars 1993. Endamál felagsins er at geva fólki møguleika at rógva kapp, og at menna og vekja áhugan fyri kappróðri. Felagið eigur 9 kappróðrarbátar. Neystið er á Tingstøðini 1 í Klaksvík. Yvirgangsálopið í Noregi 2011. 22. juli í 2011 kemur at standa sum tann svartasti dagurin í norsku søguni síðan Seinna heimsbardaga. Norsku myndugleikarnir hava váttað, at bumbuspreingingin í miðbýnum í Oslo og skotálopið á oynni Utøya hava kravt 77 mannalív. Sjey doyðu av spreingingini í Oslo, og 68 doyðu á Utøya, har ungdómslimir hjá Arbeiðaraflokkinum hildu eitt tiltak. Í minsta lagi 98 fólk eru særd. "Tað var við skelki og stórari sorg, at vit frættu um bumbuálopið í Oslo", skrivar løgmaður til Stoltenberg. Allar gitingarnar um altjóða yvirgang frá víðgongdum bólkum úr Mið- ella Fjareystri tagnaðu, tá norski løgmálaráðharrin Knut Storberget 22. juli kundi vátta, at løgreglan hevði handtikið ein norskan ríkisborgara við etniskum norskum uppruna. Sjónarváttar á Utøya høvdu longu tá sagt, at tað var ein høgur ljósur maður, sum tosaði eina dialekt frá eystlandsøkinum, ella eina dialekt sum kom frá Oslo ella onkrastaðni kring norska høvuðsstaðin. Noreg er rakt av einari nasjonalari vanlukku, segði Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, tá greiða fekst á, at í øllum førum 76 fólk høvdu mist lívið, og nógv tíggjutals vóru skadd í teimum báðum álopunum á stjórnarbygningarnar í Oslo og ungdómsleguna á Utøya. Erna Solberg, leiðari í borgarliga flokkinum Høyre, segði við NRK 23. juli, at hetta er ein vanlukka, sum rakar øll í Noregi. Hon vísti á, at tey 68 dripnu á Utøya umboðaðu framtíðina í norskum politikki, og at eitt heilt ættarlið í norskum politikki kemur at hava hendan ræðuleikan við sær. Higartil hava yvir 1,3 mió. persónar teknað seg í bólkin á Facebook "Tenn et lys for de døde og skadde etter tragedien i Oslo og Utøya". Utøya. Utøya er ein klekingardepil fyri norska Javnaðarflokkin, og har hava summarlegur verið fyri ungdómsfelagið hjá Arbeiðaraflokkinum, "AUF", í nógv ár havt sínar summarlegur. Á Utøya var ein politisk ungdómslega við ungdómum frá umleið 14 árum og uppeftir, og tey deyðu eru eftir øllum at døma fyri ein stóran part heilt ung. Tað vóru umleið 650 ungdómar niður í 14 ára aldur sum vóru á Utøya fríggjadagin. Stoltenberg er ein av teimum, sum ofta hevur vitjað á Utøya, har ungdómsfelagið hjá norska Javnaðarflokkinum heldur summarlegur og onnur tiltøk. "Eg havi verið á Utøya hvørt summar síðani 1994. Mítt ungdómsparadís er blivið eitt helviti", segði Jens Stoltenberg í eini røðu 22. juli 2011. Stoltenberg skuldi eftir ætlan vitja á Utøya 23. juli 2011 og halda røðu fyri teimum ungu fólkunum. Óbrúkt spreingievni eru eisini funnin á Utøya. Anders Behring Breivik. Norskir fjølmiðlar vóru rættiliga skjótir til at seta navn á hópdrápsmannin, sum framdi yvirgangsálopið í Oslo og á Utøya. Tað var tann tá 32 ára gamli norðmaðurin Anders Behring Breivik, sum varð handtikin og skuldsettur fyri at hava framt spreingingina í Oslo og hópdrápini á Utøya. Fleiri útlendskir miðlar nevndu eisini skjótt Breivik sum gerningsmann. Fyrsti miðil við mynd og navni var Verdens Gang, sum legði hetta út um eitt-tíðina 23. juli. Anders Behring Breivik var handtikin á Utøya stutt eftir at tíggjutals fólk á leguni hjá ungmannafelagnum hjá norska Javnaðarflokkinum vórðu skotin og dripin. Tann tá 32 ára gamli Anders Behring Breivik segðist vera virkin á ytsta høgravonginum í Noregi, og kann hava fingið íblástur frá millum annað Timothy McVeigh, ið tók lívið av 168 fólkum, tá hann sprongdi bumbur í Oklahoma City tann 19. apríl 1995. McVeigh bleiv dømdur til deyða og er avrættaður. Breivik legði í níggju ár ætlanir um álopini. Maðurin var ikki kendur av løgregluni og var ikki fyrr dømdur fyri nakað álvarsligt. Sambært NRK hevði tann 32 ára gamli norðmaðurin tilknýti til landbúnaðin og dámdi væl at veiða. NRK segði, at maðurin hevði tilknýti til landbúnaðin, og at hann á tann hátt hevur havt atgongd til kunstøð, ið kundi vera grundarlagið undir risabumbuni sum brast millum stjórnarbygningarnar í Oslo. Til samanbering kann sigast, at bumban, sum fyri nú fleiri árum síðani sprongdi amerikansku ambassaduna í Kenja í luftina, var framleidd úr 12 tonsum av kunsttøðum, og sama tilfar varð eisini nýtt til bumbuatsóknina í Oklahoma. Automatvápnini sum hann brúkti kann hann hava fingið hendur á gjøgnum síni áhugamál fyri at veiða. Tann 32 ára gamle Breivik skal vera virkin í tí víðgongda høgraumhvørvinum í Noregi, og hann eigur tvey vápn sum eru skrásett í hansara navni. Síðani kom fram at hann hevur havt bústað á tí sum norðmenn kalla "beste vestkant" í Oslo. Í hesum liggur at hann hevur bústað í tí partinum av Oslo har tey mest múgvandi búgva, og har fægst tilflytarar frá økjum uttanfyri Evropa búgva. Breivik var limur í Fremskrittspartiet. Men flokkurin var ikki nóg ekstremistiskur fyri Breivik, so hann meldaði seg úr FrP. Hann er skuldsettur fyri hendingarnar, og skuldsetingin er terror, sum í mesta lagi kann geva 21 ára fongsul. Breivik er ímóti tilflyting og at fólkasløg búga saman. Her er nakað av tí hann hevur skrivað um á Document.no. Anders Behring Breivik hevur hildið seg kúrran seinastu mánaðirnar, men á Twitter síni hevur hann skrivað, at "ein við sannføring kann útynna meira, enn 100 000 við áhuga". Sambært verjanum segði drápsmaðurin, at tað var ræðuligt, men neyðugt, sum hann gjørdi. Higartil hevur stóri spurningurin verið, um Breivik, var einsamallur um illgerðina ella ikki. Sjálvur sigur hann, at hann var einsamallur, men løgreglan arbeiðir av kraft upp á at eftirkanna um hann sigur satt ella ikki. Fleiri av teimum, sum sluppu av politisku ungdómsleguni á Utøya við lívinum, hava greitt frá, at tað var ikki bara ein maður, sum skeyt. Manifest. Í manifestinum, ið Breivik kallar: "2083 - A European Declaration of Independence", greiðir Breivik frá, hvussu ætlanir sínar skulu gjøgnumførast, og at hann kennir seg sum ein krossfara. Seinastu síðurnar í manifestinum er ein dagbók yvir seinastu dagarnar fram til álopið. Eitt dømi um hetta er um fríggjadagin 7. juli í 2011, tá hann skrivar um grannan hjá sær: "So leingi hann sníkir seg á mína ogn, so fer hann at forsinka mær heilt nógv, tí verði eg noyddur til at seta eyka trygdartiltøk í verk". Mánadagur 18. juli 2011: "Innara løðingin er liðug. Havi lastað vørubilin. Eri móður! Men ein góð venjing". Manifestið endar við tekstinum: "Eg haldi, at hetta er mítt seinasta innlegg. Tað er nú 22. juli 2011, og klokkan 12.51". Føroyar. "Til statsminister Jens Stoltenberg og det norske folk" "På vegne av det færøyske folk og regjering vil jeg uttrykke vår hjerteligste medfølelse i denne forferdelige situasjon. Det var med sjokk og stor sorg, at vi hørte om bombeangrepet i Oslo i dag." "Færøyinger har et nært og godt venskap med Norge og nordmenn, og denne tragiske hendelse berører oss dypt. Våre tanker er med de omkomne, skadete og pårørende." Óbadiabók. Óbadiabók, bara 21 vers, er stytsta bókin í GT. Óbadiabókin er um viðurskiftini ímillum Ísrael og Edóm. Tey fara langt aftur í tíðina, av tí at báðar tjóðirnar eru ættaðar frá Jákupi og Esavi. Tíðliga sýndi Edóm fíggindaskap ímóti fólki Harrans. Hesin fíggindskapur var livnaður uppaftur, tá ið Edóm var uppi í at ræna Jerúsalem, rændi til sín dýragripir og gav jødar, ið flýddu, upp í fíggindahendur. Hetta er grundin undir dómstalu Óbadia yvir Edóm. Seinast í bókini talar profeturin til sítt egna fólk og ber tí ugganarorð frá Harranum. Ugganarorðini birta eina framtíðarsjón um endaliga sigur Guds ríkis. Harrans fólk kunnu kanska verða bæði atsøkt og háðað, men eingin, ið søkir at teimum skal bera sigurin í bý. Harry Potter og arvalutir Deyðans. Harry Potter og arvalutir Deyðans er ein bók hjá Joanne "Jo" Rowling. Harry Potter og arvalutir Deyðans kom út 21. juli 2007 í Bretlandi ein minutt eftir midnátt. Bókhandlar og fjepparar í Bretlandi og aðrastaðni gjørdu nógv burturúr. Beinanvegin sló bókin øll sølumet, eftir nøkrum døgum var hon seld í 2,7 mió eintøkum í Bretlandi og 8,3 mió eintøkum í Amerika. Bókin verður týdd til 93 mál. Harry Potter og arvalutir Deyðans kom út á føroyskum í 2007. Bókin er 679 bls. og innbundin. Bókin Harry Potter og arvalutir Deyðans er seinasta bók í røðini um Harry Potter. Tá ið sætta bókin Harry Potter og Hálvblóðsprinsurin kom út í 2005 var greitt, at komandi bókin skuldi gerast tann seinasta. Í sjeyndu og seinastu bókini, Harry Potter og arvalutir Deyðans, svarar J.K. Rowling hegnisliga teimum mongu spurningunum, ið nógv hava bíðað spent eftir. Vit sleppa at lesa um endaligu uppgerðina millum Harry Potter og ónda gandakallin Voldemort. Sjeynda og seinasta árið hjá Harry Potter á Hogwarts. Hann hevur nú fingið ta døpru, hættisligu og eftir øllum at døma ógjørligu uppgávu at skula finna og beina fyri seinasta horcruxunum hjá Voldemort. Ongantíð áður hevur hann kent seg so einsmallan, ongantíð hevur lagnan kenst so tung. Men Harry noyðist onkursvegna at finna ta styrki inni í sær sjálvum, sum krevst fyri at fullføra uppgávuna, honum er litin í hendi. Hann má fara úr fjálgu Kaninholuni og óttaleysur, uttan at ivast, má hann ganga miskunnarleysu gøtuna, sum honum er ætlað at fara. Norðmenn. Norðmenn er germansk fólk, ið býr í Noregi og í USA (Dakota og Minnesota). Tey hava somu mentan og tosa norska málið. H. N. Jacobsens Bókahandil. H. N. Jacobsen Bókhandil er gamal bygningur mitt í Havn og elsti bókahandil í Føroyum. Handilin hevur navn eftir Hans Nicolai Jacobsen, sum varð borin í heim 4. mai í 1832. H. N. J. Bókahandil byrjaði í Gongini í Tórshavn. Gamli realskúlin helt til, har H. N. Jacobsens Bókahandil er í dag. Kunningarstovan í Havn hevur seinastu árini hildið til í eystara enda av bygninginum, meðan bókahandilin húsast í miðjuni og í vestara enda av húsinum. Uttanfyri standa gomlu trøini frá 1870-árinum, ið eyðmerkja hendan týðandi stovnin fyri føroyska bókmentir, prentsmiðju- og forlagsvirksemi. Átrúnaður í Føroyum. Átrúnaðurin hevur ein stóran leiklut í føroysku mentanini og føroyska samfelagnum. Í Føroyum eru fleiri trúarbólkar og flestu teirra eru kristnir. Umleið 83,8 prosent av fólkinum hoyrir til ta evangelisku-luthersku fólkakirkjuna, og næststørsti bólkurin, sum verður mettur at vera 11 prosent, hoyrir til Brøðrasamkomuna. Restin eru smærri trúarbólkar, sum flestir eru kristnir. Tað eru fleiri enn 140 kirkjur og samkomuhús í Føroyum, og tað finst ein samkoma ella kirkja fyri hvørjar 350 borgarar. Fyrstu landnámsmenn hava verið ásatrúgvandi og heidnir, tað merkir, at teir høvdu fleiri gudar og ikki bert ein gud eins og kristindómur, islam og jødadómur. Høvuðsgudar teirra vóru Tórur, Óðin og Froyur. Fyrsta fólk, sum vit vita um at siga hava búð í Føroyum, var írskir munkar. Helst hava norðbúgvarnir, sum tóku landið um 825, dripið teir ella rikið teir av landinum. Norski kongurin Ólavur Trygvason sendi Sigmund Brestisson til Føroya at boða kristna trúgv um ár 998. Sum frá leið tóku føroyingar við kristnari trúgv eins og onnur tjóðir. Um ár 1100 gjørdust Føroyar sjálvstøðugt biskupadømi. Bispurin búði í Kirkjubø, har prestaskúlin eisini var. Føroyinga átrúnaður var katólsk trúgv, áðrenn trúbót Martins Luthers. Í 1539 varð trúbótin, tann evangelisk lutherska læran, góðtikin á fundum í bæði Bjørgvin og Oslo, og sama árið sett í gildi í Føroyum. Norska kirkjan kom undir donsku kirkjuskipanina, og tí eisini føroyska kirkjan. Hon varð stjórnað úr kirkjumálaráðnum í Keypmannahavn, men á ólavsøkudag 2007 bleiv fólkakirkjan yviritikin sum føroysk málsøki. Trúarfrælsi kom til Føroya við donsku grundlógini frá 1849. Síðan tá hevur ein og hvør borgari frælsi at trúgva og hugsa tað, hann lystir. Føroyar kristnaðar. a>. Hetta ávirkar alt samfelagið, tí bæði gjaldsskipanir og lógarverk verða tillagarðar nýggju heimsfatanini. Føroyingar gjørdust kristnir í árinum 998. Hóast væl kann vera, sum sagt er frá í Føroyingasøgu, at Sigmundur læt byggja kirkju í Skúvoy, og haldast má, at høvdingar og bøndur lótu byggja egnar kirkjur, ognarkirkjur og eginkirkjur, við garðar sínar, so var helst eingin felags føroysk kirkjuskipan til fyrr enn 1100. Gongdin kann hugastat hava verið lík teirri í Íslandi. Teir fyrstu biskuparnir hava verið trúboðarar, ikki kirkjunnar embætismenn í føstum stóli og starvi. Tað vardi nakað, til Føroya kirkja gjørdist ein skipaður partur av teirri almennu katólsku kirkjuni við pávanum í Róm yvir øllum við ábyrgd fyri Gudi sum eftirmaður Pæturs, og undir honum erkibiskupar, biskupar, prestar og aðrir kirkjuligir tingarmenn við ymsum heitum og á ymsum stigum. Í miðaldarskiftum sum pávabrøvum og kongsbrøvum, váttanum, íslendskum annálum og søgum verða føroyskir biskupar nevndir. Við hvørt er talan um eitt rað av biskupum, í ymsum handritum, við hvørt er onkur Føroyabiskupur nevndur í sambandi við onkra hending, har hann var hjástaddur, eitt nú týðandi kirkju- og kongsfundum uttan fyri Føroyar. Í skjølum frá pávastólinum verða biskupar í Føroyum nevndir í sambandi við tilnevningar, tó eisini fleiri ferðir í øðrum sambandi. Fram til siðaskiftið, tá ið biskupsstólurin varð niðurlagdur, eru í biskupatølum og øðrum heimildum nevndir 33 katólskir biskupar í Føroyum. Tó hava summir teirra, ið hvussu er onkur, ongantíð verið í Føroyum, hóast teir hava verið valdir og vígdir. Neyvan nakar av biskupunum var føroyingur. Teir flestu vóru norðmenn, tó vóru eisini menn av øðrum tjóðum. Kirkjan var oman fyri tjóðirnar, hon var almenn. Trúbótin. Um ár 1539 er nýtt trúarskifti. Lutherska læran kemur í staðin fyri ta katólsku. Pávakirkjan er skift um við eina kongskirkju. Trúarfrælsi kemur í gildi við demokratisku grundlógini í 1849, og statskirkjan verður til "fólkakirkju". Helst í 1539 varð eftir boði frá kongi tann katólski kirkjan tikin av í Føroyum, og tann lutherska innsett í staðin. Hetta skiftið í kirkju okkara er nevnt "trúbótin". Seinasti katólski bispurin, Ámundur Ólavsson, varð settur frá. Ein nýggjur lutherskur bispur, nevndur Jens Gregersen Riber, kom í hansara stað og tók bústað á bispasetrinum í Kirkjubø. Av teimum katólsku prestunum vóru tað bert einstakir, ið tóku við luthersku trúnni, men hinir sýttu hesum. Teir vórðu so frásettir og fingu uppihald á garðinum Trøðum á Sandi. Tann seinasti teirra doyði í 1570. Kongur gjørdi so av, at Føroyar skulu ikki longur vera eitt bispadømi, men gerast eitt próstadømi. Bispasetrið í Kirkjubø varð avtikið, men garðurin í Garðshorni í Oyndarfirði gjørdist próstagarður. Heini Havreki, sum hevði verið prestur í Suðurstreymoy og næsti maður hjá Amundi Ólavssyni, varð nú settir til próst yvir Føroyalandi, og hann var fyrsti próstur eftir trúbótina. Undan trúbótini hevði stórur partur av jørðini í Føroyum verið ogn hjá kirkjuni, ein part átti kongur, ein part áttu 2 útlendskar aðalsættir, og restin var óðalsjørð. Nú fekk kongur alla ta jørðina, ið kirkjan hevði átt. Til at fáa skil á jørðini sendi kongur ein fúta kring landið, og hann týkist at hava farið væl so harðliga fram. Um onkur hevði mist ognarbrøv síni burtur og ikki kundi prógva sín ognarrætt, kundi hon ella hann missa sína jørð. Nú vóru Føroyar, ið hvussu var av navni, eitt land, har Martin Luthers læra hevði fingið valdið. Men katólskir siðir, ið høvdu valdað í øldir, vóru ikki so lættir at rudda burtur. Teir livdu enn í langa tíð, og einstakir teirra finnast okkara millum dagin í dag. Tær ymsu messurnar og vøkurnar, sum eru á álmanakkanum, eru katólskir leivdir. Nevnast kunnu til dømis grækarismessa, tollaksmessa, ólavsøka, jóansøka, mariumessa og mikkjalsmessa. Átrúnaðarlig kollvelting. Í bæði 16. øld og 17. øld tóku fleiri trúarrørslur seg upp. Hesar rørslur høvdu tað í felag, at tær settu seg upp ímóti pávakirkjuni og læru hennara. Tey, sum hildu seg til hesar nýggju lærur, vórðu nevnd protestantar. Protestantarnir fingu avgerandi ávirkan í Norðurlondum, Niðurlondum, Bretlandi og lutvíst í Týsklandi. Fram til 1538 vóru Føroyar katólskar. Kirkjan varð stýrd úr pávasetrinum í Róm. Við siðaskiftinum gjørdist Martin Luthers læra einaráðandi í Føroyum eins og í hinum pørtunum í norska-danska ríkinum. Nú var tað ikki longur pávin, men danakongur, ið var ovasti kirkjunnar í Føroyum. Øll ognin hjá kirkjuni fall til kongs, eisini hospitalið á Argjum. Prestaskúlin, sum hevði verið í Kirjubø í øldir, varð niðurlagdur og kirkjumálið gjørdist danskt. Talan varð als ikki um trúarfrælsi. Fólk kundu ikki velja sína trúgv, men máttu taka við teirri ráðandi læruni hjá Martin Lutheri. Árini eftir siðaskiftið komu fleiri nýggjar trúarrørslur fram úti í heimi. Men hesar komu ikki til Føroya. Ein orsøkin var, at Føroyar vóru so fjarskotnar frá evropeiska meginlandinum, og ein onnur mundi vera, at myndugleikarnir toldu ikki aðrar lærur. Men í 1849 kom grundlógin í gildi. Hon gav frælsi til hon einstaka at hugsa og trúgva tað, hann vildi. Í 7. tátti í grundlógini stendur ma. at, "borgarar hava rætt til at koma saman at tilbiðja Gud, soleiðis sum teir halda vera rætt". Hesin rættur hevði ikki verið til áður. Frá gamlari tíð hava verið 39 kirkjur í Føroyum og 7 prestar. Summar av kirkjunum vóru so óhøgligar at koma til, at prestur kom hagar bert fimtu ella sættu hvørja viku. Onkustaðni kom hann bert tvær ferðir um árið. Kortini vóru gudstænastur hildnar hvønn sunnudag. Deknurin las lestur, helst úr "Brochmands lestrabók", og fólkið sang sálmarnar eftir Kingo. Føroyingar vóru ógvuliga gudrøknir. Kristinilív var ein natúrligur partur av gerandislívinum. Kristnilívið fevndi um alt mannalívið líka úr vøggu í grøv. Gjøgnum øldir høvdu føroyingar havt tann sið at lesa bæði borðbøn og kvøldbøn. Mangan dugdu tey bønirnar uttanat, men eisini varð lisið úr Kingobókini. Bønirnar vórðu altíð á donskum ella bronglaðum føroyskum. Í 1931 varð katólska kirkjan í Føroyum endurreist. Samstundis komu "fransiskanarasystrarnar". Tær bygdu kleystur og stovnaðu barnagarð og skúla. Bólkar innan fólkakirkjuna vildu broytingar. Nøkur gjørdu upp við kirkjuna og fóru í aðrar trúarbólkar. Onnur valdu at standa innanfyri og komu at savnast í Heimamissiónini. Fólk høvdu ilt við at góðtaka nýggju rørslurnar. Hetta var ma. tí, at tær funnust at føroyingum fyri at hava vanabundna gudstrúgv. Men sum tíðin leið, fekk heimamissiónin eisini undirtøku. Og hon kom at virka í bestu semju við fólkakirkjuna. Í 1865 kom skotski trúboðarin William Sloan til Føroya. Hann hoyrdi til nýggju trúarrørsluna, ið varð nevnd "Plymouthbrøðurnir". Í Føroyum fekk hann stóra mótstøðu fyrstu tíðina, men sum frá leið tóku fleiri undir við honum. Hesi fólkini savnaðust í Brøðrasamkomuni. Stóri slóðbrótarin í Brøðrasamkomuni var Victor Danielsen. Bert 20 ára gamal fór hann at starva sum trúboðari burturav. Hann hevur yrkt nógvar sálmar og umsett eina rúgvu av sangum og sálmum til føroyskt. Eisini hevur hann skrivað og týtt átrúnaðarligar bøkur. Fyrstu føroysku Bíbliuna umsetti hann einsamallur. Í 1924 varð fyrsta Hvítusunnusamkoman í Føroyum stovnað. Seinni eru fleiri samkomur komnar afturar. Sama ár fór Frelsunarherurin undir sítt virki í Føroyum. Átrúnaðir. Fjøld av øðrum trúarrørslum eru til. Flestu føroyingar hoyra til fólkakirkjuna. Av teimum, sum hoyra til fólkakirkjuna, eru kanska umleið 10 % knýtt at Heimamissiónini. Hin føroyska heimamissiónin er føroyska greinin av "Dansk Indremission". Seinastu hundrað árini eru komnar fleiri kristnar samkomur, summar av hesum standa uttanfyri fólkakirkjuna. Eini 11 % av føroyingum halda seg til Brøðrasamkomuna. Av tí at Brøðrasamkoman ikki skrásetur limir, eru eingi nágreinilig hagtøl yvir, hvussu nógv hoyra til Brøðrasamkomuna. Hesi standa fyri tað mesta uttanfyri fólkakirkjuna. Í Føroyum eru fleiri trúarsamfeløg og fríkirkjur. Adventistarnir hava verið í Føroyum í mong ár. Teir hava bæði skúla og kirkju í Tórshavn. Jehova Vitni, sum hava høvuðsstøð í New York, eru sprottin úr Adventistakirkjuni. Hon kom til Føroya í 1950 árunum. Summar av teimum eru eisini ikki kristnar. Ein teirra er Baha'i. Hon er einasta trúarrørsla, sum ikki er kristin, ið virkar alment í Føroyum. Baha'i hevur m.a. samkomuhús í Havn. Aðrir trúarbólkar í Føroyum eru t.d. islam. "Ahmadiyya Muslim Community" varð stovnað í Føroyum í 2010. Hetta er ein muslimskur felagsskapur við heimstaði í India undir leiðslu av Mirza Masroor Ahmad úr Pakistan. Tey muslimsku eru umleið 0,04 prosent av fólkatalinum í Føroyum (21 fólk í tali). 96 prosent av fólkinum í Føroyum eru kristin, og tí kann tað vera trupult hjá trúboðarum at røkka út við tí muslimska boðskapinum. Íbúgvarnir eru fyrst og fremst sunni-muslimar (96 %). Kirkjur í Føroyum. Tað eru umleið 70 kirkjur tilsamans, og 65 av teimum eru framvegis í brúki. Gamla kirkjan í Gøtu og kirkjan á Nesi eru t.d. ikki longri í føstum brúki, men verða tó framvegis brúktar við serlig høvi. Tað er ymiskt, hvussu nógvar kirkjur eru í hvørjum prestagjaldi. Norðstreymoyar prestagjald hevur ikki færri enn 8 kirkjur, tí næst kemur Sandoyar prestagjald við 6 kirkjum, síðani koma Norðoya eystara og Norðoya vestara, Vága og Suðuroyar sunnara prestagjald við 5 kirkjum hvørt, síðani koma Sjóvar, Eiðis, Suðurstreymoyar vestara og Suðuroyar norðara prestagjald við 4 kirkjum hvørt. Í Fuglafjarðar og Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi eru 3 kirkjur í hvørjum, og í Nes og Glyvra prestagjaldi eru 2 kirkjur í hvørjum. Í fleir prestagjøldum eru eisini bønhús, har presturin ella prestarnir av og á halda gudstænastu. Ólavskirkjan í Kirkjubø er nógv elsta kirkja í Føroyum. Gamalt er sagt í Kirkjubø, at árstal hennara eru fýra eitttøl, og er hetta rætt, er elsti parturin av kirkjuni bygdur longu í 1111. Næstelsta kirkjan í Føroyum er Dómkirkjan, sum varð vígd 3. sunnudag í advent í 1788. Akraberg. Akraberg er sunnasta bygd í Suðuroy og harvið eisini í Føroyum. Í 1909 var viti bygdur í Akrabergi, ið er syðsti endi á Suðuroy. Samstundis var vitameistari og onnur vaktarfólk sett. Teinurin heim til næstu bygd, Sumba, er somikið langur, at neyðugt varð eisini at byggja sethús har til vitafólkini. Har man hava verið gomul bygd, søgnin sigur, at í gomlum døgum búðu frísar har. Nú er stórur viti í Akrabergi, og bara tann manning, sum sær vitan, vitja har. Bardagin í Mannafelsdali. Í Akrabyrgi við Sumba høvdu nakrir Frísar bústað sunnast á Suðuroy. Tá ið sóttin svarta kom til Suðuroyar, doyðu øll frísahúsini út; - tó slapp eitt undan sjúkuni, og kallast húsbóndin í tí “bóndin í Akrabyrgi”. Hann var viðgitin maður fyri styrki og átti átta prúðar og reystar synir. Um somu tíð hesin bóndin livdi, er sagt, at grundvøllurin var lagdur til kirkjumúrin, sum stendur enn í Kirkjubø í Streymoy. Bispurin, sum tá sat í Kirkjubø, kallaðist Mús, sum tó mundi vera eyknevni. Hann píndi stórar skattir út av føroyingum at fáa kirkjuna bygda sum prýðiligast; - hetta líkaði øllum illa, og allir, ið búðu fyri sunnan Hórisgótu (í Suður-streymoy, Sandoy, Skúvoy og Suðuroy), synjaðu fyri at geva skattin og bundu felag sín ámillum at halda móti bispinum. Men bispurin fekk allar norðanmenninar at halda við sær ímóti hinum. Norðanmenninir skuldu koma saman í Norðstreymoy og samla lið fyri at herja á hinar og kúga teir undir biskupin; men tá ið sunnanmenn fingu njósn av hesum, tóku teir seg eisini saman í flokk og fóru sum skjótast norður í móti teimum. Í Mannafelsdali, sum er norðan fyri Kalbaksbotn, møttust herirnir og ruku saman í bardagar. Sunnanmenninir vóru við undirlutan og máttu víkja; har varð stórt mannfall; í dalinum síggjast enn mangir heyggjar, hvar teir sigast at vera grivnir, sum fingu bana í hesum bardaganum; grasið er reytt, og er tað sagt at vera komið av blóðinum, sum har fleyt. Fyri norðan dalin stendur ein stórur steinur, sum kallast “Brynjumannaborð”, og tað er søgn, at hann hevur fingið navn av tí, at norðanmenninir hildu sigursveitslu har, tá ið sunnanmenninir flýddu. Oman á hesum klettinum liggur ein steinur, sum norðanmenninir høvdu til hav; hann, ið ikki var mentur at hevja steinin upp frá undirlaginum, slapp ikki við hinum í bardagan. Árið eftir komu sunnanmenninir aftur at hevna henda ósigur, teir høvdu havt. Tá stóð stríðið í dalinum við bygdina í Kollafirði, og nú fingu sunnanmenn sigur. Teir høvdu fingið bóndan í Akrabygi og synir hansara at vera oddamenn og ganga fremstir í bardaganum. Tvey vikingaskip, sum høvdu verið fyri sunnan, høvdu teir fingið at hjálpa sær, og tey vóru komin norður at herja og ræna víða hvar í bygdunum fyri norðan; tí sluppu mangir av norðanmonnunum ikki heiman, av tí teir tordu ikki lata konufólkið vera einsamalt heima, meðan hesum hernaðinum var at kvíða fyri. “Nú situr Mús at kvøldmáltíð við borði, hann firraðist ei fyri mætari manni í norðri, Bispurin fór tá upp frá borði, læt seg í bispabúnaðin og slapp upp á kirkjumúrin við øksi í hendi at verja seg við har. Akrabyrgisbóndin og synir hansara tordu ikki at søkja at honum har, tí at hann hevði vápn, og múrurin var vígdur. Tó lovaðu teir, at hann skuldi ikki sleppa og vóru tí standandi undir múrinum at forða honum at koma omanaftur av honum, fyrr enn hann gavst sjálvur. Í tríggjar nætur og dagar helt so hetta við; men tá ið triði dagurin var liðin at kvøldi, fell bispurin í óvít av svongd og tosta og datt út av múrinum niður á jørðina; hann raknaði tó við av fallinum, men tá varð hann straks dripin av bóndanum. Tá ið bóndin í Akrabyrgi var deyður, settu synir hansara búgv í Sumba og vóru kristnaðir. Funningsfjørður (fjørður). Funningsfjørður er næstlongsti fjørður í Føroyum. Við fjørðin eru tríggjar bygdir, tær eru Elduvík, Funningur og Funningsfjørður. Í øllum hesum trimum bygdum er frálíka góður seyður. Í innara partinum er hann smalur við brøttum, høgum fjøllum uttanum. Havalda setir ikki inná, men ikki er hann víðari góð skipahavn, tí har er so vindhart. Ítróttur í Føroyum. Fótbóltsvallir og ítróttarhøllir liggja ofta í sama øki, sum her á Eiðinum í Vági. Ítrótturin í Føroyum er í dag væl skipaður, kanska best skipaða frítíðarvirksemi í landinum. Vit hoyra í sagnum og søgum um roysnisbrøgd, føroyingar hava framt. Hugsið bert um siðin at lyfta høv, ella um Sigmund Brestisson, ið svam úr Skúvoy til Sandvíkar. Men vit vita einki um skipaðan ítrótt í Føroyum fyrr enn í seinni tíðum. Í 1899 var stevna í Miðvági, nevnd "kappleiksstevnan". Har var kappast í lopi, renning, kappkasting við steini og kappróðri. Hetta var fyrsta stevna av slíkum slagi í landinum. Men longu í 1887 var fyrsti kappróðurin hildin á ólavsøku í Havn. Elsta fótbóltsfelagið í Føroyum er TB (Tvøroyrar Bóltfelag), sum varð stovnað í 1892. Næstelsta lið er KÍ (Klaksvíkar Ítróttarfelag), ið er frá 1904, seinni sama ár varð HB (Havnar Bóltfelag) stovnað. Fótbóltur varð tó leiktur aðrastaðni í landinum, uttan at feløg vóru. Teir sparkaðu bólt t.d. bæði í Miðvági og á Sandi um aldaskiftið. Samferðsluviðurskiftini vóru ring. Tá í tíðini var einki annað at ferðast oyggjanna millum við utan bátar við veikum maskinum. Tað kundi so dánt ganga hjá feløgum norðanfjørðs, tá ið tey hittust í Tórshavn. Hjá suðuroyarfeløgunum var mestsum ikki hugsingur um at luttaka í kappingum aðrastaðni. Royndir vórðu gjørdar at skipa feløgini í eitt fótbóltssamband. Tað endaði í fyrstu atløgu við, at "Færøernes Boldspilunion" varð stovnað í 1913. Men longu í 1918 virkaði felagsskapurin ikki longur. Fram til 1939 gjørdu tey ymsu feløgini sínaámillum avtalur um kappingar og dystir. Á sumri 1924 skrivaði HB til TB um árligu dystirnar. HB skrivaði, at teir vildu fegnir hava dystirnar spældar, meðan næturnar enn vóru ljósar, og buðu sær til at koma suður á Tvøroyri at spæla, so skjótt Smyril tók sína rutusigling uppaftur. TB svaraði, at teir tóku undir við at spæla 2 dystir hetta summarið, og eftir teirra tykki skuldi tann fyrri verða spældur í Tórshavn 6. juli 1924. Millum 750 og 800 fólk sóu dystin, sum varð spældur í allarfagrasta veðri, og hetta var framímóti størsta áskoðarafjøld, sum verið hevði í Gundadali. Kappróðurin, ið varð dottin niðurfyri, varð uppafturtikin á ólavsøku 1918. Hondbólturin byrjar í 1931 við Neistanum, og farið varð at leika tennis í Gundadali í 1937. Ítróttasamband Føroya (ÍSF) varð stovnað á vári í 1939. Poul E. Petersen, lærari í Mykinesi, var stigtakari til fundin og varð valdur til fyrsta formann. Endamálið var, umframt at skipa ítróttin í Føroyum betur, at so mong ítróttafeløg sum gjørligt gjørdust limir í ÍSF. Hesi endamál eru væl og virðiliga rokkin, og næstan øll ítróttatiltøk í Føroyum eru nú onkursvegna skipað undir ÍSF/Ítróttasambandinum. Síðan ÍSF varð stovnað, hava landskappingar í flest øllum ítróttagreinum verið hildnar regluliga. Allar flestu ítróttargreinir hava í dag limaskap í ÍSF, og við árunum eru sersambond skipað fyri tær einstøku ítróttagreinirnar. Felagsskapurin er skipaður soleiðis, at sersambondini hava lim í stjórnini. Tað sersambandið, ið hevur gjørt mest vart við seg uttanlands, er ÍSB (Ítróttarsambandið fyri brekað). Føroyskir svimjarar í ÍSB hava vunnið hópin av heiðursmerkjum í stórum altjóða kappingum. M.a. hava teir verið við í Olympiskum kappingum og eisini HM kappingum. Í 1985 vóru fyrstu oyggjaleikirnir. Teir fóru fram á oynni Mann í Írlandshavinum. 4 ár seinni vórðu leikirnir hildnir í Føroyum. Hetta er helst størsta tiltak av sínum slag, føroyingar hava skipað fyri. Í 1988 fekk FSF (Fótbóltssamband Føroya) altjóða viðurkenning og limaskap í FIFA, altjóða fótbóltsfelagsskapinum, og eisini í UEFA, evropeiska fótbóltsfelagsskapinum. Hetta gjørdi, at føroyingar fingu høvi at royna seg í altjóða fótbólti. Størsta hendingin var í 1990, tá ið Føroyar í EM undandysti móti Eysturríki skakaðu allan ítróttaheimin og vunnu 1-0 á Eysturríki. Flestu stóru bygdirnar hava nú graslíkisvallir. Aðrar ítróttagreinir hava góðar umstøður í filmleika- og ítróttahallum um alt landið. Samfelagsmenningin hevur gjørt, at oyggjarnar eru ein tættari eind, eisini ítróttaliga. Lið innan nógvar ítróttagreinir leika hvørt ár ímóti øðrum hvørja viku í summar- og vetrarhálvuni. Og næstan ongantíð nýtist at verða burtur longur enn ein dag. Fossá. Fossá er ein bygd á Borðoynni. Hon er niðurseturbygd. Nú seinast lidnu árini hevur eingin búð við Fossá. Føroyskur matur. Føroyskur matur er fyri tað mesta matur av djórum. Fiskurin hevði nógv at týða og ikki minst seiðurin. Veðurlagið í Føroyum hevur gjørt, at grønmeti, korn, v.m. ikki hevur vaksið so væl, og tí hevur hetta havt minni týdning. Eplini gjørdust ikki fastur táttur í dagliga kostinum fyrr enn í 19. øld, og røtur vóru tí leingi einasta grønmeti, sum tey kókaðu aftur við døgurða. Árstíðirnar settu eisini dám á matsiðirnar. Fiskur fekst meira ella minni alt árið, men mest um várið, tá fiskurin umframt livur eisini hevði rogn. Við várróðrinum kom tíðin, tá tey fingu fekst. Kýrnar kálvaðu vanliga um várið, og um summarið var mjólkin mest. Fuglaveiða og ræning hoyrdu eisini summarin til, og eftir ólavsøku kundi farast í veltuna eftir nýggjum eplum. Til hoyberagildið kundu bøndurnir taka okkurt lamb, men ikki fyrr enn eftir mikkjalsmessu kom tann rættiligi skurðurin fyri. Um veturin var mest sum bert hin saltaði og turri maturin at taka til. Legði ein grind beinini um veturin, kom tað ógvuliga væl við, og jólagrind var tiltikin. Tá tann tíðin var, ótu tey feskt, og annars turkaðu og saltaðu tey væl niðurfyri til teir svangligu mánaðirnar av árinum. Frá gamlari tíð hava einastu mátarnir at goyma mat verið at salta ella turka. At roykja hevur ongantíð verið vanligt í Føroyum. Salt var leingi trotvøra, og tí var turkingin tann vanligasti mátin at goyma mat uppá. Bæði grind, fiskur, kjøt og fuglur vórðu turkað. Turkað varð úti og í hjalli. Tvøst, fiskur og fuglur vórðu vanliga hongd á seiðatrø, sum hingu undir sethúsum og hjøllum, men seyðakjøt varð turkað inn í hjallinum. Tá maturin var vorðin turrur, varð hann goymdur inn í hjallinum. Serliga væl varð farið um, tá ið kjøt varð hongt upp til at turka, og ikki minst, tá ið talan var um feitiseyð. Kjøtið fekk vanliga nakrar dagar inni í roykstovuni, áðrenn tað varð hongt út í hjallin. Tað skal sigast, at kjøt tá eins og í dag var eitt tað besta, sum sett varð á borðið. Tað hevði nógv at siga fyri smakkin á tí turkaða, hvussu veðrið lagaði seg um heystið. Turkingin kann býtast í trý stig - 1) visnað, 2) ræst og 3) turt. Her er talan um royk, útsjónd og smakk. Tað, sum rópt verður visnað, kemur eftir fáum døgum, væl skjótari fyri fisk enn fyri grind, vanliga verður orðið visnað ikki nýtt um kjøt. Visnað verður mest sagt um fisk, men tó eisini um tvøst, gás og havhest. Skiftið til ræst hendur spakuliga, men kemur kuldi knappiliga í luftina, kann tað hava við sær, at tað upphongda loypur mest sum tað ræsta stigið um og fær tí ikki tann rætta smakkin. Verður hin vegin ov heitt í veðrinum, tá hongt er upp, verður tað upphongda ov mikið ræst og gerst herskið. Kjøt er vanliga turt til jóla, men her veldst sjálvandi um, hvussu tjúkk stykkini eru, og tjógvini verða seinast turr. Skjótast tornar fiskur, fuglur og tvøst torna vanliga skjótari enn kjøt. Seyðurin í Føroyum hevur verið flettur soleiðis, at sum mest fekst burtur úr bæði kjøti og avroðum. Krovini vórðu skivað og hongd upp at turka og ræsa. Ikki varð etið nógv av feskum kjøti, tí nóg mikið var til av avroðum, sum eisini skuldu etast. Teimum gomlu dámdi best at hava eitt ársspring niðurfyri av kjøti. Skerpikjøt var fyrr eins og nú nógv umhildið. Sagt verður, at tann, sum hevur kjøtvit, kann næstan av smakkinum gera av, hvaðani seyðurin er, og hvussu krovið hevur hingið, so nógv hevur hagin og kjøtterrin ella viðringin at siga. Ræst kjøt var besta bót til súpan, og vanliga kókaðu tey súpan av ryggjarstykkjunum, tjógv og bøgir vórðu turkað. Summir bøndur ræstu sær eitt heilt krov av eini avdeyðaær til at hava til bót. Blóðið varð fyri ein part doytt og turkað, men meginparturin varð gjørdur til blóðpylsu ella blóðmør. Tálg, mjøl og krydd varð latið í blóðið, og tað varð elt til deiggj og koyrt í indrini. At koyra rosinur og sukur í blóðpylsu er nýggjari fyribrigdi. Nógv varð etið av blóðpylsu, og ikki var óvanligt at eta blóðpylsu og tálgarlivur saman. Blóðpylsan varð hongd upp í hjallinum. Indrini kundu við hvørt vera loðin, men tey vóru kortini etandi. Nakað av blóðinum varð gjørt til blóðpannukøkur, deiggið var nakað sum til blóðpylsu, kanska eitt sindur tynri. * Ryan Cochrane. Ryan Andrew Cochrane (føddur 29. oktober 1988 í Victoria, British Columbia) er kanadiskur svimjari. Hann er olympiskur bronsuvinnari. Hann vann bronsu í 1500 metrar frísvimjing á Olympisku leikunum 2008 í Bejing. Tað var fyrstu ferð í 88 ár at ein kanadiari vann heiðursmerki fyri Kanada í 1500 metra frísvimjing á Olympisku leikunum. Cochrane eigur kanadisku metini í 400, 800 og 1500 metrum frí. Í juli 2011 kappaðist Ryan Cochrane við føroyingin Pál Joensen í finaluni í 1500 metrum frí á heimsmeistarastevnu í Shanghai í Kina. Vinnari gjørdist Yang Sun, sum setti nýtt heimsmet við tíðini 14:34.14, Ryan Cochrane vann silvur við tíðini 14:44.46, Gergo Kis vann bronsu við tíðini 14:45.66 og føroyski Pál Joensen gjørdist akkurát ov stuttur til heiðursmerki, hann gjørdist nummar fýra við tíðini 14:46.33. Cochrane vann eisini silvur í 800 frí í somu kapping. Í 2009 luttók hann á heimsmeistarstevnu í svimjing á langbana 2009 í Róm, tá vann hann silvur í 1500 metrum frí og bronsu í 800 metrum frí. Á Commonwealth Games í 2010 í Dehli vann Cochrane gull í 800 og 1500 metrum frí. Á Pan Pacific Championships svimjistevnuni 2010 í Irvine vann hann gull í 1500 og 800 metrum frí og silvur í 400 metrum frí. Á heimsmeistarastevnuni 2011 á langgeil, sum var í Shanghai, Kina, fekk Cochrane silvur í 800 metrum frí og í 1500 metrum frí. Hann luttekur á Summar OL 2012 í London. Fyrsta dagin svam hann 400 metrar frí, og kom í fyrstu syftu við í finaluna á áttanda plássi við tíðini 3:47.26, men síðan bleiv kolldømingin hjá koreanska Park Tae-Hwan ógildað, og tí kom Cochrane á eitt nýggjundapláss og rakk ikki finaluni. Hann var 10/100 sekund frá finaluplássinum. Næstur honum kom føroyski Pál Joensen, sum manglaði 11/100 sekund at røkka einum plássi í finaluni. Cochrane luttók eisini í 1500 metrar frí á Summar OL 2012. Hann kom í finaluna og vann silvur heiðursmerki við tíðini 14:39.63. Tora. Tora (hebráiskt: "תּוֹרָה‎‎") er týdningarmesta bókin hjá jødum. Fyrstu fimm bøkurnar í hebráisku Bíbliuni eita Tora. Í henni eru lógir jødadómsins og elsta søga jøda - "Mósubøkurnar". Aðrastaðni í Bíbliuni eru profetaorðini. Ofta er hon í rullum úr pergamenti, teksturin er skrivaður við "tuschi". Torarullurnar verða bornar fram fyri guðstænastuna og verða síðan goymdar í skápi. Halgiskriftir jøda eru á aramáiskum ella hebráiskum máli. Jómsvíkingar (dansifelag). Jómsvíkingar er dansifelag í Vági, sum skipar fyri føroyskum dansi í vetrarhálvuni. Felagið varð stovnað í 1976 og eigur eini hús á Vágsvegi, har ið dansað verður, húsini eita Jómsborg. Jómsvíkingar skipa eisini fyri barnadansi. Jómsvíkingar hava fleiri ferðir verið uttanlands á dansiferðum. Formaður og kassameistari felagsins er Mikala í Trøðini. Felagið hevur umleið 110 limir, tey flestu eru úr Vági og Porkeri. Dansifeløgini í Suðuroynni sum dansa føroyskan dans skiftast um at skipa fyri dansi, soleiðis at tað eru fleiri í tali. Tá koyra ofta bussar millum bygdirnar til dansistaðið. Eins og hini dansifeløgini hava Jómsvíkingar hildið fast við gamla siðin at tað ikki verður dansað í føstu. Føroyar á HM 2011 stevnu í svimjing. Føroyar luttók í HM í svimjing 2011 á langbana í Shanghai í Kina í juli 2011. Ein føroyingur svam nóg skjótt til tess at luttaka í HM stevnuni, tað var Pál Joensen, sum svimur fyri Susvim og Føroyar. Pál svam í tveimum kappingum, í 800 metrar frí og 1500 metrar frí. Hann kláraði seg einastandani væl, svam við næstskjótastu tíð í innleiðandi 800 metrar frí, gjørdist nummar fýra í finaluni í 1500 metrum frí og nummar fimm í finaluni í 800 metrum frí. Hann setti nýtt Norðulendskt met fleiri ferðir og sjálvsagt eisini føroyskt met. Willow Smith. Willow Camille Reign Smith (fødd 31. oktober 2000 í Los Angeles, Kalifornia) er amerikanskur sangari, sjónleikari og dansari. Hon er dóttir Will Smith. Hann er sjálvur ein av heimsins best umtóktu og ríkastu sjónleikarum, kona hansara Jada Pinkett Smith er eisini sjónleikarinna. Sonur hansara Jaden Smith hevur fingið eitt sera gott úrslit við "Karate Kid"-filminum. Millum hennara kendastu sangir eru "Whip My Hair" (2010) & "21 Century" (2011). HM í svimjing 2011. HM í svimjing og øðrum vatnítrótti (2011 World Aquatics Championships) var í Shanghai í Kina í døgunum 16. til 31. juli 2011. Føroyar var umboðað av einum svimjara, tað var Pál Joensen úr Susvim, sum kláraði seg sera væl, hann svam í tveimum kappingum og kvalifiseraði seg til finaluna í báðum kappingunum, nevniliga í 800 frí, har hann svam við næstbestu tíðini í innleiðandi og gjørdist nummar 5 í finaluni og í 1500 frí, har hann svam við sættbestu tíð í innleiðandi og gjørdist nummar fýra av øllum, bert 0,67 sekund frá bronnsu heiðursmerki. Tríggjar ferðir setti hann norðurlendskt met, einaferð í 800 metrum frí og tvær ferðir í 1500 m frí. Við tíðini 14:46,33 hevur Pál væl og virðiliga kvalifisera seg til Summar OL 2012 í London. Hann svam nevniliga 25 sekundir undir kravtíðina til OL sum er 15:11,83. Pál Joensen svimur fyri Danmark til Summar OL 2012, hann er til nú (5. august 2011) einasti maður úr danska ríkinum, sum hevur svomið nóg skjótt til at kvalifisera seg til OL á júst hasum teininum. Pál svimur eisini skjótt á 800 metrum frí, men tað er ikki ein olympisk disiplin. Danin Mads Glæsner kvalifiseraði seg til 400 metrar frí, men var eitt sekund ov seinur til HM 2011 í Shanghai til tess at kvalifisera seg til summar OL 2012. Men Pál sá út til at vera besta boð uppá danskt heiðursmerkið hjá monnum í 1500 metrum frí, tað metti Allan Nielsen, sum skrivaði fyri Politiken á HM 2011 í Shanghai. Tað vóru 18 tjóðir við 2220 ítróttarfólkum sum luttóku á HM stevnuni í svimjing og vatnítrótti 2011 í Shanghai. Næsta HM í svimjing eftir hesa var í Barcelona í 2013. Posta. Posta (fyrr: Postverk Føroya) er almennur stovnur/fyritøka og stendur fyri postútbering í Føroyum. Heimastýrið yvirtók 1. apríl 1976 postverkið frá Post- og telegrafvæsenet í Danmark. Í hesum sambandi útskrivaði Føroya landsstýri búmerkja- og navnakapping. Í 2005 varð Postverk Føroya, sum tað nevndist tá, gjørt um til partafelag. Í 2009 fekk stovnurin nýtt navn og nýtt búmerki, nýggja navnið er Posta. Landið eigur allan partapeningin í partafelagnum. Landsstýrismaðurin velur á hvørjum ári teir tríggjar limirnar í nevndini, meðan starvsfólkið velur tveir nevndarlimir. Stjóri í Posta er Joel undir Leitinum. Skjútsur. Áðrenn regluligt samband var komið, var serligt flutningslag neyðugt til tess at fáa fólk og boð oyggjanna millum. Hetta var skjútsskipanin. Hvør bygdin skuldi hava nevnara (eisini róptur skjútsskaffari), ið átti at fáa manning at føra fólk, brøv ella pakkar úr oyggj í oyggj. Fyrsta lógin um skylduna at skjútsa kom í 1865, og løgtingið ásetti gjaldið fyri fimm ár í senn. Tað var ymiskt fyri tey trý sløgini: embætisskjúts fingu teir minst fyri, nakað meira fyri prestaskjúts og mest fyri almenningsskjúts. Lítið var goldið, men hetta var framstig, tí undan hesi lóg var einki gjald. Hvør birgur maður, 15-50 ár á aldri, hevði skyldu at skjútsa og fekk bót, noktaði hann. At føra post úr einari oyggj í aðra var mangan vandasigling í mysing og brotasjógvi. Petur í Mattalág var millum teir fyrstu postførararnar. Hann hevur sagt frá eini ferð frá skjútstíðini. Bræv, skrivað í Havn, skuldi í Leirar í Hvalba. Tað var merkt "K. T." – ið stóð fyri "Kongelig Tjeneste" – og "Uopholdelig Befordring", ið bar í sær, at tað skuldi sendast beinanvegin, ið líkindi vóru. Nevnarin í Havn fekk brævið og tilnevndi mann at fara um reynið til Kirkjubøar, har hann handaði nevnaranum har brævið. Hesin fekk áttamannafar at føra brævið um fjørð. Har lendu teir í óbygdum, har nú Skopunarbygd er. Maður fór fimur á fóti teir 4 fjórðingarnar heim á Sand at geva nevnaranum har brævið. Hann so norðuraftur til bátsfelagar sínar, ið lógu og bíðaðu. Heimasandsnevnarin fekk nú mann til Dals við brævinum, haðani annar bátur fór við tí til Hvalbiar. Har var brævið latið prestinum í Leirum. Streymurin var harður og hann øtlaði sjógvin, so bátsmanningin noyddist at gista í Suðuroy, men har gjørdist liggjandi illveður, ið helt teimum veðurføstum í samfullar tvær vikur. Skjútsskipanin helt sær til fyrra heimsbardaga, tá hon so við og við fjaraði burtur, tí at postgjøldini vóru lutfalsliga lægri. Fyrsta føroyska posthúsið. Fyrsta føroyska posthúsið læt upp í Tórshavn tann 1. mars 1870. Tað var táverandi sýslumaðurin í Suðurstreymoyar sýslu, Hans Christopher Müller, sum stóð fyri posthúsinum tey fyrstu árini. 1. mars 1884 varð posthús latið upp á Tvøroyri. Tann 1. mai 1888 læt posthúsið í Klaksvík upp sum tað triðja posthúsið í landinum. Bæði á Tvøroyri og í Klaksvík vóru tað eisini sýslumenninir, ið høvdu postin um hendi. Í 19. øld komu ikki fleiri posthús enn hesi trý. Eftir aldarskiftið kom tó rættilig gongd á. Í 1903 vórðu sjey posthús latin upp. Í 1905 fóru teir undir at smíða posthús í miðbýnum í Havn, og var tað tikið í nýtslu 1. desembur. Tað var avgreiðslumaðurin C.C.Danielsen (seinni postmeistari), ið fekk hetta í lag. Hetta var fyrsta hús í Føroyum til post burturav. Tey næstu 25 árini verða posthús latin upp í so at siga hvørjari bygd í landinum. Tey flestu lótu upp í árinum 1918, tá 15 nýggj posthús koma. Frá seinast í sekstiárunum til dagin í dag eru fleiri posthús latin aftur. Postsamskiftið við hesar bygdir verður nú avgreitt av sonevndum avgreiðslupostboðum. Hendan broytingin er ein partur av skynsemisbroytingunum í føroyska postverkinum seinastu árini. Trupult og vandamikið starv. Simon Pauli Poulsen (Símun Pauli á Mørk í Fuglafirði ella "Mørkabóndin", sum hann var vanliga róptur). Hann gekk um fjøll við posti til Oyndarfjarðar, Hellanna og Elduvíkar. Fyri at lýsa hvussu trupult tað var at at avgreiða postsamskiftið við bygdir og útoyggjar tey fyrstu árini, skal her sum dømi sigast frá, hvussu fram varð farið í Norðoyggjum fyri og eftir aldarskiftið. Postmaðurin í Klaksvík tók sær av at bera post til bygdirnar eystan Múla. Hann gekk um Áarskarð til Árnafjarðar og um Toftaskarð norður á Norðtoftir. Síðan hevði hann bygdirnar Depil, Norðdepil og Fossánes á Borðoynni. Á Viðoynni hevði hann Hvannasund og Viðareiði. Posturin til Múla varð lagdur til heintingar á Fossánesi og posturin til Svínoyar og Fugloyar varð lagdur til heintingar í Hvannasundi. Tá í tíðini skuldi postmaðurin úr Klaksvík eisini í hvørt hús í teim bygdum, hann røkti. Sami postmaður fór við árabáti úr Klaksvík til Kunoyar og síðan í Kalsoynna. Hann bar út post í Kunoy, á Syðradali, á Húsum og í Mikladali. Tá ikki var lendandi á Húsum og/ella í Mikladali, fór hann til gongu av Syðradali til Húsar og Mikladals, ella av Húsum til Mikladals og aftur. Posturin, sum skuldi norður á Trøllanes, varð lagdur til heintingar í Mikladali. Fólk á Trøllanesi komu so til Mikladals við og eftir posti av og á. Hetta gamla mynstrið er júst tað sama, ið nú er galdandi nógvastaðni í Føroyum, har avgreiðslupostboð taka sær av samskiftinum í nógvum bygdum. Hetta starv kundi stundum vera vandamikið, og tí hava vit eisini dømi um, at maður lá eftir á. Fyrstu ferð var í 1887, tá Jakki í Vági var á veg úr Klaksvík til Árnafjarðar, hóast vetur var og vánaveður. Posturin skuldi fram, hvussu líkindini vóru, men hesuferð kom Jakki ikki vegin fram. Hann var seinni funnin undir Svøðunum, har hann var farin útav. Hann gjørdist bert 52 ára gamal. Motorbátar. Í 1920-unum varð skipanin við árabáti millum oyggjarnar og postgongdin millum bygdir í stóran mun løgd niður. Í Klaksvík keypti Samson Joensen, ið var postmaðurin, sum gekk norður um fjall og róði í Kalsoynna, deksbátin Guttaberg. Hetta var í 1927. Guttaberg, sum hevði motor, var settur í sigling millum Klaksvík, Kunoyarbygd og Kalsoynna við posti, ferðafólki og farmi. Í 1914 setti Olaf Olsen (Olaf á Stongunum), keypmaður, Klaksvík, deksbátin Dan í sigling millum Klaksvík, Árnafjørð, bygdirnar eystan Múla, Svínoy og Fugloy, og 2 ár seinrí, í 1916, var Immanuel settur í sigling, og røkti Immanuel postrutuna til Másin byrjaði í sigling í 1959. Postmaðurin í Fuglafirði um hetta mundið, Hans Jacob Petersen, ognaði sær tveir deksbátar við motori. Annar æt Ragnhild og hin Alma. Ragnhild sigldi við posti, ferðafólki og farmi norðureftir. Talan var um bygdirnar Hellur, Oyndarfjørð, Elduvík, Funning og Gjógv. Alma sigldi millum Fuglafjørð, Leirvík og Klaksvík. Báðir bátarnir høvdu navn eftir døtrunum hjá Hans Jacobi. Dóttir Hans Jacob, Alma Rustin, var elsta postfólk í Føroyum og hon gjørdist 100 ár. Hon byrjaði á posthúsinum í Fuglafirði sum 14 ára gomul. Í 1926 fekk Alma ábyrgdina av postviðurskiftunum í Fuglafirði. Hon fór úr starvinum sum posthúsleiðari 31. oktober 1975. Annars var tað "A/S J. Mortensens eftf." á Tvøroyri, sum í 1895 settu ta fyrstu maskinriknu strandfarasiglingina á stovn við dampskipinum Smirili, ið sigldi kring allar oyggjarnar. Tann 5. mars 1908 varð "S Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik" sett á stovn. Longu í apríl sama ár keypti fyritøkan bátin Ruth úr Noregi. Ruth, sum hevði dampmaskinu, var 15 brutto tons til støddar. Hon varð keypt fyri 14.000 kr. Tann 1. august 1908 varð Ruth sett í fasta sigling millum Tórshavn og Hvalvík. Á farleiðini legði hon at fleiri staðni á vegnum. Hon sigldi eisini í Sandoynna. Í umleið 70 ár røkti A/S Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik postflutningin millum Tórshavn og Skálafjørðin og nærum líka leingi millum Tórshavn og bygdirnar við Sundalagið. Yvirtøka. Fram til 1. apríl 1976 varð postverkið í Føroyum rikið av danska postverkinum ("Post- og Telegrafvæsnet"). Tá í tíðini var bygnaðurin í postverkinum skipaður soleiðis, at vit høvdu eitt posthús ("Postkontoret Thorshavn") við einum postmeistara. Síðan høvdu vit postavgreiðslurnar (postekspeditiónir) við sonevndum postekspeditørum sum leiðarum. Postavgreiðslurnar vóru: Klaksvík, Tvøroyri, Vágur, Vestmanna og Saltangará. Øll hini posthúsini vóru flokkað í tveir flokkar. Tey størru bóru heitið "brevsamlingssteder" og tey smærru bóru heitið "postudvekslingssteder". Eftir løgtingsvalið í november 1974 skipaðu javnaðarflokkurin, fólkaflokkurin og tjóðveldisflokkurin samgongu. Henda setti sær fyri, at taka yvir postverkið. Í 1975 komu samráðingar í lag millum donsku ríkisstjórnina og landsstýrið um yvirtøkuspurningin. Úrslitið av hesum samráðingum varð, at heimastýrið yvirtók postverkið í Føroyum frá 1. apríl 1976. Nýggi stovnurin undir Landsstýrinum fekk navnið Postverk Føroya, og eitt veðrahorn varð kosið til búmerki hjá stovninum. Føroysk frímerki. Í 1974/75 fór danska postverkið undir at framleiða føroysk frímerki. Postverkið í Føroyum nýtti hesi frímerki til frímerkingar av postsendingum og at selja til frímerkjasavnarar. Tey fyrstu føroysku frímerkini komu á marknaðin 30. januar 1975. Frá fyrsta degi sýndu frímerkjasavnarar í ymiskum londum stóran áhuga fyri føroysku frímerkjunum. Fleiri ferðir hava frímerki verið næststørsta føroyska útflutningsvøra. Hækkingin skuldi galda frá 1. januar 1919. a> hevur teknað, í kappingini Vakrasta frímerki í Evropa í 2002. Vegna vánaligt samband við umheimin var ikki møguleiki fyri at fáa tey nýggju 7-oyra frímerkini til Føroya áðrenn 1. januar 1919. Økti tørvurin á 7-oyra frímerkjum - til brøv innanoyggja og postkort til Danmarkar - førdi við sær, at goymslan av 1-, 2-, 3-, og 4-oyru suppleringsmerkjunum ikki rakk til og varð tí neyðugt við øðrum tiltøkum. "Thorshavns Postkontor" fekk tí loyvi til at klippa 4-oyru frímerkini í helvt, soleiðis at hvør helvtin kundi nýtast sum 2-oyra frímerki. Tá hesi eisini vóru við at verða uppi, fekk "Thorshavns Postkontor" loyvi til at yvirstempla ta neyðugu mongdina av 5-oyra merkjum, soleiðis at hesi kundu nýtast sum 2-oyra frímerki. Til hetta endamál gjørdi Peter Poulsen, snikkarameistari, eitt hondstempul við tekstinum "2 Øre". Stemplið varð kallað "stólabeinsstemplið" av tí at skaftið varð gjørt úr einum gomlum stólabeini. Ein líknandi støða var í 1940/41. Hin týska hersetingin av Danmark - og ein serliga ringur vetur við ísi í Skagerak og Kattegat - førdi við sær at skipaferðslan millum Føroya og Danmarkar varð tarnað, soleiðis at vit í Føroyum komu at mangla frímerki við teim mest brúktu virðunum. Aftur hesuferð vórðu frímerki yvirstemplað og tikin í nýtslu til nýggj merki komu úr Danmark. Sum ein náttúrlig avleiðing av yvirtøkuni 1976 vórðu tvær nýggjar deildir skipaðar í føroyska postverkinum. Hesar vóru Frímerkjadeildin og Postgirostovan. Síðani hevur Frímerkjadeildin yvirtikið alt frímerkjaarbeiði. Deildin skipar fyri framleiðsluni, stendur fyri útgávunum og hevur sjálv alla søluna um hendi. Svimjing á Oyggjaleikunum 2011. Svimjing á Oyggjaleikunum 2011 var í døgunum 27. – 30. juni 2011 á Medina Leisure Centre á Isle of Wight. Icon in Me. Icon in Me er ein russkur rokkbólkur. Bólkurin byrjaði í 2007. Slot. Slot er ein russiskur rokkbólkur. Bólkurin byrjaði í 2002. Lógarbrot. Vektin skal vísa, at verja og ákæra skulu nágreiniliga vegast. Kriminalitetur er øll lógarbrot, ið geva revsing. Vanliga nevna vit alt lógarbrot, tað veri seg herverk ella súkklustuldur, morð ella rán. Summi lógarbrot fara um landamørk. Til dømis yvirgangur, flográn ella rúsevnissmugling. Nógv lond hava sett á stovn felags, altjóða løgregluna Interpol at berjast ímóti slíkum lógarbrotum. Høvuðssætið hjá Interpol er í París. Serligar avtalur eru gjørdar landanna millum um, hvussu lógarbrótarar kunnu verða latnir úr einum landi upp í hendurnar á myndugleikunum í øðrum landi. Føroyar. Í øllum samfeløgum eru fyriskipanir og lógir. Í Føroyum sigur eina mest revsilógin okkum, hvat ið er ólógligt, men eisini eru nógvar aðrar lógir. Í lógunum stendur, hvussu ið revsað verður. Í revsilógini standa tær vanligu treytirnar, fyri at ein kann revsast. Til dømis er hon soleiðis orðað, at lógaldurin er 15 ár. Tað merkir, at ung yngri enn 15 ár kunnu ikki verða handtikin, dømd ella revsað. Føroya Rættur er okkara dómstólur. Her tekur dómarin støðu til lógarbrotini, til dømis herverk ella stuldur. Dómur kann verða skotin inn fyri landsrættin. Av tí, at dómsvaldið í Føroyum er danskt, skal danski landsrætturin viðgera slík mál. Tveir landsrættir eru, Vestari landsrættur í Viborg og Eystari landsrættur í Keypmannahavn, sum er tann, ið kemur til Føroya nakrar ferðir um árið at viðgera dómsmál. Summi álvarsmál skulu fyri nevningating. Í nevningatingi eru 12 nevningar og dómari. Nevningarnir gera av, um ákærdi er ósekur ella sekur. Skal ein verða sekur, skulu minst 8 av nevningunum vera samdir um tað. Nevningar saman við dómara áseta revsingina. Ovasti dómstólur í rættarskipanini nevnist "Hægstirættur". Fyrr var deyðarevsing fyri heilt álvarslig lógarbrot, og enn eru mong lond, har summir lógarbrótarar, til dømis drápsfólk, verða avrættað. Í Danmørk, og tí eisini í Føroyum, varð deyðarevsing tikin av í 1930. Fyri álvarsom lógarbrot kunnu fólk nú verða dømd at sita - "treytaleys revsing". Tá ið ein tíð er farin, ber til at sleppa út ávísar tíðir. Eisini er vanligt, at fangar, sum skikka sær væl í fongslinum, sleppa út, áðrenn teir hava sitið alla tíðina, teir eru dømdir at sita. Treytað revsing er linari dómur. Tá verður revsingin freistað og fellur burtur eftir ávíst bil, um ákærdi ikki aftur brýtur lógina hetta bilið. Norðurlendsk met í svimjing. Listi yvir norðurlendsk met í svimjing. Norðurlondini sum eru við í hesum yvirliti eru: Danmark, Svøríki, Noreg, Finland, Ísland og Føroyar. John Tordar Poulsen. John Tordar Poulsen (føddur 17. september 1985) er føroyskur fótbóltsspælari, álopsleikari. Barna- og ungdómsárini leikti hann við VB og VB/Sumba (VB og Sumba løgdu saman í 2005), í 2007 og 08 leikti hann við Fram (sum seinni skifti navn til FC Hoyvík), í 2009 leikti hann við MB og FC Hoyvík, í 2010 leikti hann við FC Suðuroy í Vodafonedeildini í fyrru leikhálvu og við FC Hoyvík í 1. deild í seinnu leikhálvu. Í 2011 leikti hann við FC Suðuroy í 1. deild, sum teir vunnu og ryktu upp í Effodeildina. Hann helt fram við FC Suðuroy og leikti í Effodeildini í 2012. Toppskorari í 2011 í 1. deild. Tá bara eitt leikumfar var eftir í 1. deild hjá monnum, hevði John Tordar Poulsen skorað 23 mál og var toppskorari hjá FC Suðuroy og í 1. deild í 2011. Hann hevði spælt 23 dystir, so tað er í meðal 1 mál fyri hvønn dyst. Keldur. Poulsen, John Tordar Poulsen, John Tordar FC Hoyvík. FC Hoyvík (fyrr Ítróttarfelagið Fram) er eitt fótbóltsfelag úr Havn og Hoyvík, sum var stovnað hin 12. januar 1975. Í 2011 hevur felagið lið í 1. deild og 2. deild hjá monnum. Venjarir eru Súni Fríði Barbá og Jan M. Laursen (august 2011). Í 1977 leikti Fram í bestu føroysku fótbóltsdeildini, sum tá var 1. deild, felagið hevur ikki síðan havt lið í bestu deildini. Felagið er einasta fótbóltsfelag í Føroyum, sum er rykt fýra deildir niður, frá 1. deild til 4. deild. Seint í 2008 skifti felagið navn til FC Hoyvík og í 2009 leiktu liðini við nýggja navninum. Samskipanarleiðari hjá FC Hoyvík er Fróði Danielsen, dómarar eru Rói Jacobsen og John Eystberg. Rick Perry. James Richard "Rick" Perry (føddur 4. mars 1950 í Paint Creek, Texas) er amerikanskur politikari, sum hevur verið guvernørur í Texas í tíðarskeiðinum frá 2000 til 2015. Rick Perry tók við sum guvernørur í Texas eftir George W. Bush. Hann segði í august 2011, at hann eisini umhugsar at leggja seg út í kappingina um, hvør skal bjóða Barack Obama (D) av í 2012. Í talu síni segði Rick Perry millum annað, at skal skil aftur fáast á búskapin í landinum, skal arbeiðsloysið minkað og skal álit aftur fáast á USA, so er neyðugt at fara til Washington DC við einum uppsagnarskrivi. Rick Perry vísti á, at seinasta árið eru 40 % av øllum nýggjum arbeiðsplássum í USA vorðin til í Texas; hóast Texas bert hevur 10 % av samlaða fólkatalinum í USA. Um Rick Perry verður amerikanskur forseti, verður eitt tað fyrsta, hann fer at gera, at fáa sonevnda heilsupakkan hjá Barack Obama burtur. Hann fer eisini at vera nógv strangari við markinum millum Meksiko og USA. Rick Perry er útbúgvin í amerikanska flogvápninum. Hann er giftur og hevur tvey børn, ein drong og eina gentu. Oyggjaleikir 2013. XV (15.) Oyggjaleikir vóru hildnir á Bermuda í døgunum 13. til 19. juli 2013. Leikirnir verða eisini nevndir Natwest Oyggjaleikir (2013 Natwest Island Games) orsakað av sponsor ávum. Oyggjaleikirnir í 2013 vóru teir fyrstu leikirnir, ið vóru hildnir uttanfyri Evropa. Isle of Wight. Fylgisveinamynd av Isle Of Wight. a>i, har Isle of Wight er eitt teirra. Isle of Wight er eitt valdømi (county) og størsta oyggj í Onglandi. Oyggin er í Ensku Kanalini 3-6 km sunnanfyri Hampshire á bretska meginlandinum. Sundið Solent skilur oynna frá bretska meginlandinum. Oyggin hevur ríka søgu og hevur m.a. verið sjálvstøðugt kongaríki í 15. øld. Til 1995 hevði oyggin sín egna guvernør. Isle of Wight hevur eitt umboða í enska parlamentinum. Isle of Wight er eitt seremonielt greivadømi í Onglandi og er viðurkent sum eitt fyrisitingarligt county í Onglandi. Mál. Málið ið tosað verður á Isle of Wight er enskt, men ein serstøk dialekt, ið er ein sterkari formur av tí siðbundnu Hampshire dialektini, sum er kend fyri at loypa um nøkur hjáljóð og við størri áherslu á tey longu sjálvljóðini. Hetta fyribrigdi er líkt dialektunum í suðurvestur Onglandi. Oyggin hevur eisini síni egnu orð, nøkur eru eisini kend í øðrum landslutum í Suðuronglandi. Nevnast kunnu eitt nú: "grockle" (vitjandi), "nipple/nips" (yngri maður/drongur). Hesi orð verða eisini brúkt av øðrum økjum í grannalagnum hjá Isle of Wight. Nøkur orð eru heilt serstøk fyri sjálva oynna Isle of Wight, nevnast kunnu: "overner" (ein persónur frá meginlandinum, sum hevur búsett seg á oynni) og "caulkhead" (fólk sum er fødd á oynni og hava røtur longri aftur í tíðini av oynni Isle of Wight). Oyggjaleikir. Isle of Wight luttekur í Oyggjaleikum eins og Føroyar. Isle of Wight var vertur fyri Oyggjaleikunum í 1993 og 2011. Í 1993 gjørdist Isle of Wight nummar tvey við 26 gull, 23 silvur og 18 bronsu heiðursmerkjum. Í 2011 gjørdist Isle of Wight nummar fimm við 17 gull, 15 silvur og 21 bronsu heiðursmerkjum. Sigling. Coves er miðdepil fyri sigling og er regluliga vertur fyri bátastevnum og kappsigling. Coves Week er heimsins longsta bátastevna (regatta), sum varir í 40 dagar við umleið 1000 luttakandi bátum og umleið 8.500 ítróttarfólkum, sum hava sera ymiskir førleikar og royndir, har eru fólk við royndum frá OL og so fólk sum bert luttaka til stuttleika, vikuskiftis siglarir. Henda kappsigling byrjaði í 1826 og fer fram á sundinum millum Bretska meginlandið og oynna Isle of Wight, sundið eitur Solent. Aðrar bátastevnur í Coves eru: Fastnet race, Round the Island Race, Admiral's Cup og Commodore's Cup. Maraton. "Isle of Wight Marathon" er elsta maraton kapping í Onglandi sum hevur verið hildin regluliga. Kappingin hevur verið á hvørjum ári síðan 1957. Kappingin byrjar og endar í býnum Ryde. Speedway. "Isle of Wight Islanders" er eitt speedway felag av Isle of Wight, sum luttekur í 3. deild í National League í Onglandi. Hockey. "The Isle of Wight Hockey Club" hevur íðkandi lið hjá monnum, unglingum. Eitt kvinnulið er eisini av oynni, liðið hjá teimum nevnist "The Vectis Ladies" Fótbóltur. Ryde Sports F.C. var eitt fótbóltsfelag úr Isle of Wight, sum var stovnað í 1888 og tikið av í 1997. Felagið var við til at stovnað Hampshire League í 1896 saman við 7 øðrum feløgum. Fótbóltsfeløg av Isle of Wight luttaka í lokalu fótbólts kappingini Isle of Wight Saturday Football League. Nøkur feløg eru tó sum ikki luttaka í nakrari ávísari kapping. Strandafótbóltur (Beach football) er sera vælumtókt á Isle of Wight, og flestu av ensku landsliðsleikarunum í hesi íttróttargrein eru av Isle of Wight. Cricket. Isle of Wight er tann 39. enski landsluturin (county) sum luttekur í enskum cricket. "The Isle of Wight Cricket Board" fyriskipar eina lokala cricket kapping á oynni millum fleiri ymisk feløg. Tónleikur. Isle of Wight skipar fyri fleiri árligum tónleikafestivalum: Isle of Wight International Jazz Festival, Isle of Wight Festival og Bestival. Orkestrini Level 42, The Bees, Mark King og Trixie's Big Red Motorbike. Popptónleikur. Popptónleikur vendir sær til lurtarar flestar, og tí er hann einfaldur og lættur. Popptónleik nevna vit tónleikin, sum vit javnan hoyra í sjónvarpi, útvarpi og stundum í handlum. Hann er undirhaldandi, og løgini eru løtt at læra, og vanliga heftir ikki fyri hjá okkum at murra við. Poppur er ikki kræsin, og tí er hann í nógvum ymsum stíli, til dømis blues, jazzi og country. Ofta er hann upprunaliga sprottin úr tónleiki í ymsum londum, ella vit hoyra eyðkenni frá ávísum fólkaslagi. Til dømis hava jazzur, hip hop, gospel og blues røtur í tónleiki hjá svørtum amerikamonnum. Hvørt tíðarskeiðið kenst tíðardámurin í tíggjuárunum fyri 1950 lættliga aftur. Besti poppur er lívseigur. Øll kenna vit t.d. "Eitt sunnukvøld í plantasjuni", sum varð skrivaður í 1950-árunum. Tað kemur fyri, at poppur hækkar í metum ættarlið seinni. Til dømis var valsur poppur í 19. øld. Poppur kemur út til stóru lurtarafjøldina á fløgu, plátu og ljóðbandi. Leidningar flyta mikrofon- og ljóðførisbáknini í upptøkurúminum til tól, sum taka upp hvørt ljóðførið sær. Seinni blandar ljóðstjórnarin allar ljóðrásirnar, 24 ella fleiri, í stereoupptøku við tvinnanda rásum. Nógv meira spennandi er at hoyra og síggja tónleik á palli enn heima í stovuni. Í stórari framførslu er aftan fyri pallin nógv fólk, sum hvør hevur ávísa uppgávu, at alt skal ganga væl í hond. Tøknifólkið ger spennandi ljós og ljóð. Klædnafólk, umboðsfólk, pallfólk og andlitssmyrjarar eru øll við á liðnum. Edvard Munch. Edvard Munch (føddur 12. desember 1863, deyður 23. januar 1944): norskur listamálari og grafikari, sum í sínum fyrstu verkum frá umleið 1880 til 1890 lýsti sorg, sjúku, tunglyndi og angist. Tíðliga misti Munch bæði mammuna og eina systur av tuberklum, og hetta merkti nógv list hansara. Málningurin, "Tað sjúka barnið" er júst av mammu og sjúku systur hansara, málaður stutt áðrenn systirin doyði. Málningurin elvdi til mikla øsing, tá ið hann var sýndur fram í 1886 á heystframsýningini, tí bæði málingahátturin, ið ber boð um komandi rákið ekspressionismuna, og myndaevnið vóru lítið frammi tá. Munch vísir, at sjúka, deyði og sorg eru evni, ið als ikki kunnu verða endurgivin yndisliga, sum listafólk annars gjørdu um hetta mundið at taka broddin av deyðans valdi, so at menniskjan skuldi sættast við at vera deyðilig. Maslows tilkravspýramida. Amerikanski sálarfrøðingurin "Abraham Maslow" helt, at okkara tilkrøv ikki altíð eru eins sterk. Tilkrav er at hava hug til ella at tørva. Nøkur tilkrøv eru meira umráðandi enn onnur. Hann er kendur m.a. fyri sína stabbamynd við tilkrøvum. Skulu vit takast við ovastu tilkrøvini, mugu vit fyrst hava nøgdað tey, sum niðri eru. Fólk, sum svølta, orka verri at finna uppá ella at skapa. Sama er skilið, eru trygdarkrøvini í vanda. Sálarfrøði. Sálarfrøði er frøðigrein um sálarligar eginleikar og atferð hjá fólki. Hetta er nýggj vísindagrein, ikki grundað fyrr enn miðskeiðis í 19. øld, og hon mennist ógvuliga skjótt. Sálarfrøði er um menniskjunnar hugsan, kenslur og hugmyndir, og sálarfrøðingar kunnu hjálpa okkum at skilja okkum sjálv betur. Sálarfrøðingar kanna spurningar, vit øll spyrja okkum sjálvi av og á. Hví eru vit, so sum vit eru, hvat duga vit ella hví nýtist okkum at læra? Sálarfrøðin kannar, hvussu fólk rigga saman við øðrum. Sálarfrøðingar royna at hjálpa okkum, tá ið lívsgrundin ryður undan okkum. Í føroyska fólkaskúlanum er møguleiki at leita sær ráð hjá skúlasálarfrøðingi. Sálarfrøðingar royna at greina, hvussu frægast er at hjálpa barni, sum hevur trupulleikar í skúlanum. Trupulleikar kunnu standast av at læra at skriva, rokna ella lesa. Barnið trívist ikki í skúlanum. Sálarfrøðingarnir geva sær góðar stundir at práta við foreldrini, barnið og lærararnar. Við samrøðum og royndum royndir sálarfrøðingurin at greina, á hvørjum økjum barnið er væl fyri, og hvar tað er illa fyri, so tað kann læra at skilja seg sjálvt betur. Sálarfrøðingurin kann heva foreldrum og børnum ráð um trupulleikar heima við hús. Sporadurnar. Sporadurnar er norðasti oyggjabólkurin, sum er strikaður inn við reyðum á hesum korti. Sporadurnar ella Sporaduoyggjarnar (Grikst mál: Σποράδες - Sporades) er ein oyggjabólkur í Grikkalandi. Oyggjarnar eru norðanfyri næststørstu griksku oynna Evvia og eystanfyri landslutin Thessalia á fastlandinum. Oyggjarnar eru 24 í tali. Fýra av oyggjunum er bygdar, hinar eru smærri oyggjar ella hólmar, har ongin býr. Sporaduoyggjarnar. Dodekanes-oyggjarnar verða viðhvørt nevndar Syðru Sporaduoyggjar saman við Kykladunum. Panama. Tjóðveldið Panama (upprunaheiti: "República de Panamá") er eitt land í Miðamerika. Panamaveitin. Longu um 1900 vóru menn her farnir at grava eina skipagryvju tvørtur um Panamaeiðið, men ikki fyrr enn aftan á 1903 kom rættilig gongd á. Tá fekk USA landið báðumegin gryvjuna undir seg. Torført var at grava, nógvir av arbeiðsmonnunum doyðu av ringum fepursjúkum, og tí var eitt tað fyrsta, ið mátti gerast, at fáa bilbugt við hesum sjúkum. Atvoldin til teira var eitt mýggjabitaslag, sum livdi í hyljum á tí lága lendinum. So varð eitt fiskaslag, sum át mýggjabitaormar, slept í hyljarnar, ella petroleum stoytt á, so ormarnir fingu ikki komið upp at anda. Fjallaryggur var fyri, og ofta skruddu ógvuliga stórar skriður niður úr bakkunum, men teir vunnu á øllum vansum. Í 1914 var gryvjan liðug. Hon er 81 km long og eianr 300 m breið, á sjálvari miðjuni væl breiðari. Fyri skipini kundu koma upp í Gatunvatn, sum er 26 m yvir havinum, máttu teir byggja 3 óføra stórar slúsluhyljar hvjørjumegin. 12 m er gryvjan djúp, so heilt stór farmaskip kunnu sigla gjøgnum hana. 8 tímar tekur tað skipunum, sum verða drigin av ellokomotivum, at koma ígjøgnum. Umleið 14 000 skip fara gjøgnum gryvjuna á hvørjum ári, og fyri langfarasiglingina hevur hon verið til ómetaliga nyttu, við tað at skipini sleppa frá at fara ta longu vandamiklu leiðina suður um "Hornið" í Suðuramerika. Politikkur. Síðan 1970 hevur Panama verið ímillum størstu og best umtóktu fíggjardeplarnar í heiminum, tí at har hevur verið so stórt skattafrælsi. Av skipayvirlitinum sæst, at Panama hevur ein heilt stóran skipaflota. Hetta kemur ikki av tí, at landið sjálvt eigur so nógv skip, men tí at tað eru reiðarar úr ymsum londum, sum lata skip síni skráseta til at sigla út frá Panama. Orsøkin til hetta er, at tær lógir, sum viðvíkja sigling, eru so nógv linligari í Panama enn í til dømis USA. Skipini sleppa at sigla, um tey eru ikki í so góðum standi, sum krevst aðrastaðni, manningarrúmini nýtast ikki at vera so góð, lønin er lægri og arbeiðstíðin longri. Hesir reiðarar rinda so sjálvsagt skatt í Panama, men hann er lægri enn tann, teir annars høvdu rindað, so eisini her hava teir ein fyrimun. Høvuðsbýurin í Panama er Panama City, sum hevur stóran handil við skipinim, sum sigla gjøgnum gryvjuna. Landafrøði. Panama er eiði ímillum Norðuramerikanska og Suðuramerikanska meginlandið. Ígjøgnum landið er Panamaveitin grivin, hon er siglingarleið ímillum Atlantshav og Kyrrahav og hevur stóran týdning í altjóða skipaferðslu. Veðurlagið er heitt og slavið, og har regnar illa, helst á Karibiastrondini. Inni í landinum er nógv fjallalendi. Í Panama eru nógvar áir. Hæddarmunurin ímillum bæði heimshøvini, Atlantshav og Kyrrahav, og Gatunvatn er 26 m. Úr Atlantshavi verða skipini hevjað upp gjøgnum Gatunslúsurnar. Síðan fara tey ígjøgnum slúsurnar við Pedro Miguel og Miraflores og út í Kyrrahav. Tropuregn 9 mánaðir um árið hevur við sær, at nógv vatn er í Gatunvatni. Og tað er haðan, at vatn verður slept í slúsurnar. Fólkið. Í Panama vinna teir sukur úr sukurrørum, sum vaksa sera skjótt í slavnum og heitum veðri. Upprunafólkið. Upprunafólkið í Panama var mest cunaindiánar, guaymiindiánar og chocoindiánar, men teir fækkaðust ógvuliga nógv, tá ið rannsóknarfarar úr Evropa komu higar í 16. øld. Cunaindiánar høvdu stórt vald í landinum og høvdu góðan handil, mest í kano fram við Karibiastrondini. Mætir høvdingar vórðu bornir í liggistóli. Nú á døgum búgva cunaindiánarnir í bygdum og lívbjarga sær við landbúnaði. Búskapur. Hvørt ár sigla 14.000 skip ígjøgnum Panamaveitina. Veitin, ið varð latin upp í 1914, er 82 km long og er, har hon er grynst, 12 m djúp. Fjøruti túsund menn, teir flestu úr Karibia, vóru við til at gera veitina, arbeiðið vardi 10 ár og kostaði 380 milliónir dollarar. Fleiri túsund arbeiðsmenn doyðu, tí at arbeiðsviðurskiftini vóru so ring. USA og Panama hava rikið veitina í felag, men í ár 2000 fekk Panama fult ræði á veitini. Siglingarveitin gjørdi Panama til miðdepil í altjóða handilsskapi og fíggjarvirksemi. Inntøkurnar av veitini og av fríhandilsøkjunum við veitina eru hjartatátturin í búskapi landsins. Báðumegin veitina í Panamabýi eru stór handilshús og bankar. Landbúnaður. Besta landbúnaðarjørðin er á láglendinum við Kyrrahavsstrondina, har týdningarmesta grøðin er bananir, kaffi og sukur, sum verður dyrkað til útflutnings. Rækjufiskiskapur á grunnum vatni tætt inni við land er eisini tyðandi táttur í útflutningsvinnuni. Leirur, sandur og móra, sum áirnar bera við sær, gera, at áarlendið er avbera fruktagott og hóskar væl til grønmetisdyrkan. Har jørðin er kargari, verður velt nøkur ár, og so liggur hon sum opinekra, til hon er vorðin fruktagóð aftur natúrliga. Henda búnaðarhátt nevna tey "roza". Dodekanes. Dodekanes ella Dodekanesos (grikskt: Δωδεκάνησα, Dodekánisa, [ðoðeˈkanisa],) merkir Tólvoyggjarnar, tað er oyggjabólkur í Grikkalandi sum telur 12 størri oyggjar og umleið 150 smærri oyggjar og hólmar. Rodos og Kos eru størstu oyggjarnar í hesum oyggjabólki og høvuðsstaðurin er Rodos býur. Dodekanes oyggjarnar eru tætt við vesturstrond Turkalands. Á oynni eru fleiri miðaldar borgir og byzantinskar kirkjur. Ferðavinna er ein týdningarmikil vinna á flestu Dodekanes oyggjunum. Oyggin Patmos verður nevnd í Nýggja Testamenti í Bíbliuni í Openbering Jóhannesar. Nomos Dodekanes og Periferiska Eindin Suður Egearaoyggjarnar. Grikkaland var stutt eftir at landið var vorði sjálvstøðugt í árunum 1833-36 og so aftur í 1845 býtt sundur í 51 økir, sum á grikskum verða nevnd νομοί (nomi) í fleirtal, og νομός (nomos) í eintal. Dodekanes var eitt av hesum "nomi" (økjum) við Rodos býi sum høvuðsstaði. Í 2010 kom ein reformur sum broytti hesa skipan, so tey fóru burtur frá "nomi" og í staðin býttu landið sundur í 13 periferiskar eindir, har Dodekanes ikki longur er ein "nomos" men ein partur at einari størri eind sum nevnist Suður Egearaoyggjar (Νότιο Αιγαίο / Notio Aigaio), umframt Dodekanes er oyggjabólkurin Kykladurnar (Κυκλάδες / Kyklades) eisini við. Notio Aigaio, sum altso er Dodekanes og Kykladurnar er so aftur býtt sundur í 13 smærri eindir. Høvuðsstaður (umsitingin) í Suður Egearaoyggjunum er í Ermoupoli á oynni Syros í Kykladunum. Søga. Dodekanes oyggjarnar hava verið bygdar síðan áðrenn søguliga tíð umleið 2000 ár áðrenn Kristi føðing. Oyggjarnar hava hoyrt til ymisk øki og harradømi gjøgnum tíðirnar, t.d. Minorarnir, Mykenskir grikkar, dorarir (1100 á. Kr.). Í klassiska tíðarskeiðnum vóru oyggjarnar eitt stutt skifti hersettar av persarum (uml. 499 á. Kr.). Friður var í nøkur ár, og í 408 á. Kr. var Rodos býur bygdur á norðursíðuni á Rodos oyggj. Á Kos grundlegði Hippokrates medisinskan skúla. Ár 357 á. Kr. vóru oyggjarnar hersettar av Kong Mausolos frá Karia og í 340 á. Kr. vóru oyggjarnar aftur hersettar av persum. Í nýggjari tíð hava oyggjarnar verið undir turkiskum yvirvaldi í fleir øldir, fram til 1912, tá ið oyggjarnar komu undir italskt yvirvald. Oyggjarnar hoyrdu til Italia til 1947, tá ein friðaravtalað varð undirskrivað í París. Náttúruvernd. Náttúruvernd ella Náttúrufriðing er tað at verja náttúruna, og tað verður ofta gjørt við at friða partar av náttúruni, til dømis landaøki, fuglasløg ella djórasløg, so at hon ikki skemmist men verður varðveitt í sínum upprunaliga líki. Náttúruvernd er fyrisiting, sum hevur um hendur at verja bæði plantur og dýr. Nú á døgum er dálking ein álvarsom hóttan. Dýrasløg doyggja út í hópatali, og nógvar plantur týnast nógv meira nú, enn nakrantíð áður. Síðan jørðin varð til, eru mangar livandi verur avoyddar, við hvørt av broytingum í veðurlagnum. Men nú á døgum eru menniskjur størsta hóttanin. Vit høgga skógir, dyrka og taka byggilendi, leggja vátlendi turr, og samstundis beina vit fyri tilhaldi hjá mongum dýrum og spilla góð lendi. Vit broyta lívsumstøðurnar, og tað kann fáa óbøtiligar avleiðingar fyri plantur og dýr. Onnur stór hóttan er djóraveiða. Vit veiða at fáa okkum húðir, kjøt, skinn og horn, og onkuntíð drepa vit dýr, ið gera okkum ónáðir. Mangir felagsskapir eru settir á stovn við eittans endamáli - "náttúruvernd". Greenpeace og aðrir altjóða felagsskapir arbeiða fyri at verja m.a. náttúruna við pólarnar, einamest skóp og hval. Felagsskapirnir verja hóttar verur og stríðast fyri at friða øki, har vøkstur og dýr kunnu liva í náðum. Ein fyritreytin fyri náttúrufriðing er, at náttúruøki verða kannað, at vita hvørji dýr og hvørjar plantur, ið eru, og at hava eyguni við tí, ið hendir so hvørt. Altjóða felagsskapurin fyri náttúruvernd, IUCN (stytting fyri "International Union for Conservation of Nature"), savnar úrslit av vísindaligum kanningum og virkar fyri náttúrufriðing í mongum londum. IUCN hevur eisini gjørt ein Reyðlista yvir hótt sløg og flokka hesi í ymiskar flokkar alt eftir, hvussu hótt ið sløgini eru. Aðrir felagsskapir fyri náttúrufriðing eru til dømis UNEP (stytting fyri: "United Nations Environment Programme"), sum er umhvørvisætlan hjá Sameindum Tjóðum. Sláið Ring. a>, henda myndin varð tikin á Ólavsøku 2011. Sláið Ring er landsdansifelag í Føroyum føroyskum dansi at frama. Felagið varð stovnað í 1978 í Havn. Søga. Tað var Sumbiar Dansifelag sum tók stig til at kalla øll dansifeløgini til fundar við atliti til at seta á stovn eitt landsdansifelag sum var fyri øll dansifeløgini í Føroyum, hesin fyrsti fundurin var 8. apríl 1978. Stovnandi aðalfundur varð hildin 27. mai 1978 í fyrilestrarhøll Fróðskaparsetursins í Havn. Øll dansifeløgini vóru umboðaði á hesum fundi. Fyrsta nevndin í Sláið Ring. Nú (2011) eru 16 limafeløg í Sláið Ring. Talið av einstøkum limum er umleið 2000. Klaksvíkar Dansifelag. Klaksvíkar Dansifelag varð stovnað í 1954, 220 limir. Aðalfundur í apríl. (Dagf. 29/10-08) Adr. Postsmoga 309, FO- 700 Klaksvík. Eysturoyar Dansifelag. Eysturoyar Dansifelag varð stovnað 29. okt. 1969, 110 limir. Aðalfundur í januar. (Dagf. 22/01-11) Norðstreymoyar Dansifelag. Norðstreymoyar Dansifelag varð stovnað í 1972, 100 limir. Aðalfundur í apríl. (Dagf. 9/9-10). Dansifelagið í Havn. Dansifelagið í Havn varð stovnað í 1952, 120 limir. Aðalfundur í oktober. (Dagf. 16/5-13). Dansifelag Kaggans. Dansifelag Kaggans varð stovnað 26. 11. 1980, 70 limir. Aðalfundur í September. (Dagf. 22/08-10) Tøkum Lætt. Tøkum Lætt varð stovnað í 1993, 273 limir. Aðalfundur í september/oktober (Dagf. 08/11-08). Nólsoyar Dansifelag. Nólsoyar Dansifelag var endurstovnað 1994, 50 limir. (Dagf. 17/09-08). Vága Dansifelag. Vága Dansifelag varð stovnað 1. des. 1976, 120 limir. Aðalfundur í februar. (Dagf. 14.05.2010). Leikum Fagurt. Leikum Fagurt varð stovnað í 1980, 102 limir. Aðalfundur í oktober. (Dagf. 26/08-09). Stígum Fast. Stígum Fast varð stovnað í 1971, 150 limir. Aðalfundur millum jól og nýggjár. (Dagf. 12/11-06). Dansifelagið í Suðuroyar norðaru helvt. Dansifelagið í Suðuroyar norðaru helvt varð stovnað í 1974, 71 limir. Aðalf. í februar. (23/08-09). Tvøroyrar Dansifelag. Tvøroyrar Dansifelag varð endurstovnað í 1983 (1958), 90 limir. Aðalf. í februar. (Dagf. 11/11-06). Jómsvíkingar. Jómsvíkingar varð stovnað í 1976, 110 limir. Aðalfundur í januar. (Dagf. 19/11-03). Sumbiar Dansifelag. Sumbiar Dansifelag varð stovnað í 1966, 120 limir. Aðalfundur august 2010. (Dagf. 29/9-10). Dansifelagið á Látrinum. Dansifelagið á Látrinum varð stovnað 18. 09. 2001, 80 limir. Aðalfund í september. (Dagf. 11/08-10). Fótatraðk. Fótatraðk varð stovnað 1988, limir 53. Aðalfundur er í februar. Fótatraðk hevur heimstað í Keypmannahavn í Danmark. Tað eru mest ung føroysk lesandi ið eru limir har, men eisini aðrir føroyingar, ið búgva niðri. (Dagført 2010). Lopranseiði. Menn fleyga fugl á Lopranseiði 1898 ella 1899. Lopranseiði er eitt vakurt og sermerkt stað vestanfyri Lopra í Suðuroynni. Har er ein hólmur sum eitur Lopranshólmur, hann er sera tætt við sjálva oynna. Gjógvin millum hólmin og Lopranseiði eitur Lambagjógv. Hagin fyri sunnan eitur Lopranshagi, hagin fyri norðan eitur Tóris- og Lambhagi. Pyramiduskapaða fjallið sunnanfyri Lopranseiði eitur Kirvi, toppurin á fjallinum nevnist Kirviskollur. Víkin sum er á eystur síðuni á oynni, beint hinumegin Lopranseiði eitur Ónavík. Fjallið norðanfyri Lopranseiði eitur Rávan. Hamar eru á báðum síðum á Lopranseiði, báðir vera nevndin Eiðishamar. Ein bøgarður er har sum eitur Eiðisgarður. Lopranseiði er 61 metrar høgt á eggini beint við har sum hólmurin er. Lopranshólmur er 57 metrar høgur. Westerbeek sigldi á land við Lopranseiði í 1742. 2. september 1742 sigldi hollendska skipið Westerbeek á land beint sunnanfyri Lopranseiði. Teir fleistu av manningini kláraðu at sleppa sær uppá land við at ganga eftir mastrini, sum var brotnað og lá inn móti berginum. Bergið var streyrætt, men teir megnaðu at koma uppá eina rók. Teir fimastu av teimum gjørdu so tað bragd at klatra upp eftir berginum fyri at fáa hjálp til restina av monnunum. Teir vistu ikki hvar ið teir vóru ella um fólk búðu nærindis. Ongin búði í Lopra ella á Økrum tá, tær bygdirnar høvdu annar verið tær fyrstu ið teir høvdu sæð, um tær vóru til tá. Nakrir menn gingu til Vágs eftir hjálp og nakrir gingu til Sumbiar. Allir hinir sum sótu á røðini vóru bjargaðir. Umleið 10 menn lótu lív og umleið 80 menn yvirlivdu. Teir allar flestu noyddust at búgva í Føroyum í 9 mánaðir, tí skipini sum lógu í Havn tordu ikki at taka so nógvir menn við. Nakrir fáir blivu giftir í Føroyum og eftirkomanarir eru eisini í Føroyum eftir ein ella nakrir fáir av hesum monnum. Mathias Lassen hevur skrivað og útgivið bók um hendingina, bókin eitur Westerbeek og kom út í 2008. Roynhøllin. Roynhøllin er ein ítróttarhøll í Hvalba. Ítróttarhøllin er ein av teimum fyrstu sum varð bygd í Føroyum, bara ítróttarhøllin í Klaksvík er eldri. Báðar eru bygdar fyrst í 1970-árunum. Therese Alshammar. Therese Alshamar (fødd 26. august 1977) er svenskur svimjari, sum eitt nú hevur vunnið trý Olympisk heiðursmerki: tvey silur og eitt bronsu, 25 heimsmeistara heiðursmerkim, harav 12 gull, og 43 heiðursmerki við evropameistaraskapin í svimjing, harav 25 gull. Hon er 1,80 høg og svimur best á stuttu teinunum í firvald og frí. Hon hevur sett fleiri Norðurlendsk met í svimjing, t.d. í 50 m frí og 50 m firvald á langbana, á stuttbana hevur hon m.a. sett met í 50 m frí, 50 og 100 metrar rygg, 50 og 100 metrar firvald og í 100 metrar blandað. Tíðin í 50 metrar firvald á 24.38 er ikki bara norðurlendskt met men eisini heimsmet. Hon vann silvur og bronsu til Olympisku leikirnir í 2000. (Hesir upplýsingar kunnu broytast við tíðini, sí ensku greinina um Norðurlendsk met í svimjing, sum eisini vísir til heimasíðurnar hjá teimum einstøku norðurlendsku londunum). Privatlív. Hon vaks upp í Duvbo við foreldrum sínum og yngru systrum. í mai 2013 fingu Alshammar og partnari hennara, Johan Wallberg, sum eisini er venjari hennara, ein son. Hon kundi tí ikki kappast til HM á sumri 2013, men ætlaði sær ikki at gevast við svimjing á høgum støði. Føroysk met í svimjing. Yvirlit yvir føroysk met í svimjing. Tað er Svimjisamband Føroya sum er góðkennandi myndugleiki viðvíkjandi føroysku metunum. Føroysk oyggjaleikaúrslit í svimjing 1985-2009. Føroyar hevur luttikið í Oyggjaleikum síðan leikirnir byrjaðu í 1985. Føroya Sjómannadagur. Føroya Sjómannadagur er eitt serligt slag av stevnu, sum verður hildin í Klaksvík triðja vikuskiftið í august. Sjómannadagurin í Klaksvík er tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Høvuðsvinnan í Føroyum, fiskivinnan, er í miðdeplinum. Har eru tiltøk fyri børn og vaksin, og alt er ókeypis uttan matur og drekka. Skipað verður fyri kappingum og so eru framsýningar og fyrilestrar um fiskivinnuna eisini partur av skránni. Føroysku træseglskipini Johanna TG 326, Westvard Ho TN 54 og Dragin KG 212 luttaka vanliga og sigla á vánni við seglum. Í 2011 luttaka eisini umleið 10 Grindabátar úr Vági og nakrir aðrir grindabátar úr Norðoyggjum og Suðuroy. Sjómannadagurin endar við "Dans på bryggen" leygarkvøld. Tiltøk eru alt vikuskiftið. Í 2010 og 2011 luttók Livar Nysted úr Hvannasundi á Sjómannadøgunum. Í 2010 framdi Livar Nysted eitt bragd, tá hann saman við trimum øðrum monnum setti 2 heimsmet tá teir róu 5200 km úr New York í USA til St. Mary's á Scilly oyggjunum við bátinum Artemis. Túrurin tók 43 dagar, 21 tímar og 26 minuttir, harvið tóku teir eitt 114 ára gamalt met, sum tveir normenn settu í 1896, tá teir róu teinin á 55 dagar og 13 tímar. Livar og teir settu eisini eitt annað heimsmet á túrinum. Teir róðu ein tein á 24 tímar, sum var 188 km, tað er tað skjótasta nakar hevur róð í Norður Atlantshavi. Í 2011 helt Livar Nysted fyrilestur um ferðina við Artemis hósdagin beint áðrenn sjálvan Sjómannadagin. Eitt serstakt sum var á skránni fríggjadagin 19. august 2011 var vitjan av norskum kavbáti. Fríggjadagin á Sjómannadøgum er fiskikapping fyri børn. Børnini kunnu eisini fara siglitúrar og kasta fløskupost. Skipa verður eisini fyri vatnkríggi. Livar Nysted. Livar Nysted (føddur 1970) úr Hvannasundi er føroyskur havrógvari, sum gjørdist kendur í Føroyum og kring heimin, tá hann saman við Leven Brown, skipara, Don Lennox og Ray Carroll setti tvey nýggj heimsmet, tá teir róu tvørtur um Norður Atlantshavið vit bátinum Artemis Investments úr New York í USA til St. Mary í Scilly Oyggjunum, tað gjørdu teir á sumri 2010. Livar var boðin við á nýggja ævintýraferð tvørtur um Indiska havið, teir skuldu rógva úr Perth í Avstralia til Afrika við bátinum "Sara G". Teinurin ið rógvast skal er 7000 km. Henda ferðin bleiv tó av ongum, tí báturin, La Mondiale, sum teir skuldu rógva við, bleiv vrak undir einum øðrum túri við øðrum rógvarum. Tíbetur kláraðu allir at koma undan við lívinum. Tað gekk ikki long tíð, so fann Livar aðra loysn, hann slapp við á ein túr tvørtur um Suður Atlantarhavið, har ætlanin er at seta nýtt heimsmet. Teir løgdu frá landi hin 18. januar 2013 úr Puerto de Mogán, Grand Kanaria, og hildu leiðina allan teinin til Port Saint Charles, Barbados. Aftur hesaferð var tað Leven Brown, sum varð skipari. Leven hevur sjálvur bygt bátin, sum teir róu við. Báturin eitur Avalon. Livar og teir høvdu ymiskir óvantaðir trupulleikar á ferðini, nakrir skaðar hendur við bátinum, eitt nú brotnaði kjølurin tvær ferðir, teir høvdu ein eyka við og aðru ferðina fingu teir umvælt skaðan. Ein annar trupulleiki var, at teir høvdu mótvind allan vegin og at streymurin eisini var ímóti. Teir megnaðu tí ikki at seta heimsmet, men teir vóru álíkavæl sera nøgdir við túrin, tí teir kláraðu at gjøgnumføra túrin hóast trupulleikar av ymiskum slag. Umframt at vera havrógvari er Livar eisini sjómaður, fór til sjós longu 15 ára gamal. Hann hevur tikist við annan ítrótt enn rógving, hann hevur spælt flogbólt og íðka judo. Harumframt fæst Livar eisini við listamáling. Havið er mest nýtta myndaevnið, tá Livar málar. Livar er giftur við Svannu og eiga tey 4 børn, tey eru: Jóna, Joan, Tóra og Ronja. Við tRIO tvørtur um Indiska Havið í 2013 - Nýtt heimsmet. Livar og tveir aðrir høvdu ætlanir um at rógva tvørtur um Indiska Havið í einum báti við bert trimum rógvarum. Báturin tRIO er 29 føtur (8,8m) langur. Ein av rógvarunum er ein libanesi, Maxime Chaya, sum er ein ævintýrari og hevur roynt alt møguligt, eitt nú var hann fyrsti libanesi, sum klintraði upp á Mount Everest. Triði rógvarin er breti og eitur Stuart Kershaw. Ferðin um Indiska Havið byrjaði 9. juni 2013. Alt gekk gott teir fyrstu dagarnar, ymiskir trupulleikar vóru á ferðini, hin 15. juni var okkurt galið við vatngeranum umborð. 19. juni høvdu teir enn trupulleikar við vatngeranum, og nú vóru eisini trupulleikar við manglandi streymi. Vindmyllan virkaði ikki sum hon skuldi, teir høvdu eisini sólpanelir umborð, men tað hevði verið yvirskýggjað, og tí høvdu hesir ikki framleitt nakran serligan streym henda fyrsta partin av túrinum. Hin 23. juni høvdu teir mótvind og stóra aldu, og høvdu ligið við drívakkeri í tveir dagar, uttan at rógva. Men teir róku tó tann rætta vegin móti Mauritius. Eitt gott sum hendi, meðan teir lógu við drívakkeri, var at Livar tá fekk góðar stundir til at hyggja nærri eftir vatngeranum, og helt at okkurt sá eitt sindur løgi út, hann býtti so um uppá okkurt og stytti onkra slangu, og so fór hann at virka aftur sum hann skuldi. Hann var nokk feilmonteraður, sá tað út til. Hin 22. juni høvdu teir róð 1200 km. Tað seinasta strekkið hjá Livari og teimum móti Mauritius gekk sera væl, teir høvdu undanvind og komu langt fram á leið. Hin 5. august 2013 komu teir leiðina fram. Teinurin hevði tá tikið 57 dagar, 15 tímar og 49 minuttir, og tað var nýtt heimsmet. Tvørtur um Suðuratlantshavið í 2013 við Avalon. Í januar og februar 2013 róði Livar saman við 7 øðrum tvørtur um Suðuratlantshavið við bátinum, Avalon, sum skiparin, Leven Brown hevði smíðað. Endamálið við túrinum var fyrst og fremst at gjøgnumføra túrin, og hartil var so ein vón um at seta nýtt heimsmet eisini. Túrurin byrjaði hin 18. januar 2013 úr Puerto de Mogán í Grand Kanaria og endaði hin 22. februar 2013 kl. 7:51 á Barbados. Kona Livar og systir hansara vóru har og tóku ímóti teimum. Teir høvdu havt mótvind og mótstreym allan vegin, og tekniskir trupulleikar við bátinum eisini, t.d. var kjølurin brotnaður tvær ferðir, men hóast alt hetta, so kláraðu teir at gjøgnumføra túrin uppá 32 dagar, 12 tímar og 41 minuttir. Teinurin ið teir róðu var umleið 5000 km. Tá Livar kom aftur til Føroya hin 1. mars 2013, skipaði Hvannasunds kommuna fyri móttøku í Skúlanum á Fossanesi. Setti tvey heimsmet í 2010. Livar vann FM við Sundabátinum í 2004. Henda myndin er frá Norðoyastevnu 2012. Livar Nysted, Don Lennox, Leven Brown og Ray Carroll settu tvey heimsmet, tá teir róðu úr New York til Scilly Oyggjarnar í Stóra Bretlandi í juli 2010. Fyrra metið settu teir 29. juni 2010, tá teir róðu 188 km á 24 tímar, metið var fyri strekkið róð uppá eitt døgn fyri bátar við 4 rógvarum. Gamla metið var 178 km (111 míl) - Nýggja metið, ið Livar, Leven, Ray og Don hava sett er 188 km (117 míl). Heimsmetið er galdandi fyri Norður Atlanshavið. Seinna heimsmetið settu Livar og teir, tá teir komu til Scilly Oyggjarnar 31. juli 2010, ferðin úr New York til Scilly Oyggjarnar tók teimum 43 dagar, 21 tímar og 26 minuttir. Tveir norðmenn áttu gamla metið, sum teir settu 114 ár áðrenn Artemis við Livari Nysted, Brown, Lennox og Carrol. Norðmenninir George Harbo og Frank Samuelson róðu sama teinin á 55 dagar og 13 tímar, tað var í 1896. Ein roynd at rógva um Atlantshavið við La Mondiale í 2009. Livar Nysted var ein av manningini umborð á róðrarbátinum La Mondiale, sum gjørdi eina roynd at rógva tvørtur um Suður Atlantshavið. Teir noyddust at gevast, tí at róðrið brotnaði. Fyrstu royndirnar innan havrógving í 2003 og 2005. a>. Livar er ikki við umborð á hesi myndini, sum var tikin á jóansøku 2011. Livar vann FM við Nevinum Reyða 10 ár áðrenn, í 2001. Í 2003 gjørdu Livar og nakrir aðrir føroyingar eina roynd at rógva til Hetlands í føroyskum árabáti. Tað gekk ikki eftir vild, og teir máttu gevast eftir 24 tímar. Hetta var fyrstu ferð, at Livar royndi veruliga havrógving millum lond. Í juli 2005 royndi Livar aftur at gera henda túrin, tó ikki við somu manning sum í 2003. við føroyska kappróðrarbátinum Havrenningi, teir vóru fýra menn ið róu henda túrin. Ongin annar hevði fyrr róð úr Føroyum til Hetlands í kappróðrarbáti. Ove Joensen rói henda teinin í báti, men tað var ikki kappróðrarbátur. Teinurin, ið Livar og teir skuldu rógva var 180 fjórðingar úr Klaksvík til Aith í Hetlandi. Túrurin royndist betri enn í 2003, men teir komu ikki allan vegin fram til Hetlands. Átjan fjórðingar úr landi, tá teir sóu land, var veðrið so ótespuligt og aldan so høg, at teir vóru noyddir at biðja MRCC støðina í Føroyum um hjálp, teir spurdu MRCC um teir kundu fáa bát úr Hetlandi at fylgja teimum síðsta teinin, fyri at vera á tryggu síðuni. Skipið frá Shetland Coastguard sum kom ímóti teimum fyri at hjálpa teimum hevði tó ikki tíð til at fylgja teimum meðan teir sjálvir róðu, so teir fingu tvinnir kostir í at velja, antin at halda fram uttan hjálp ella at verða sleipaðir inn av skipinum Charles Lidbury hjá Hetlendsku sjóverjuni. Eftir at teir fýra høvdu tosað um hvat ið teir skuldu gera, valdu teir tryggu loysnina. Túrurin lærdi teir nógv, og teir fingu nógvar góðar og spennandi upplivingar. T.d. svam bóghvítuhvalur beint framvið borðinum á Havrenningi. Einferð fingu teir heita súpan frá manningini á Draganum, ein dagin fingu teir heit seyðarhøvd og eplir frá bátinum Turið úr Suðuroy. Ein dagin komu teir mitt ímillum tveir partrolarar, men alt spældi væl av. Trífaldur FM vinnari í føroyskum kappróðri. a> 2010, 10-mannafør. Guli báturin er Eysturoyingur, sum Livar vann FM við í 2007. Livar Nysted hevur tríggjar ferðir vunnið FM heitið í kappróðri í Føroyum, tað var í 2001, 2004 og 2007. Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag. Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag er føroyskt róðrarfelag heimahoyrandi í bygdunum Norðdepli og Hvannasundi. Bátarnir eru hvítir, hava bláar stokkar og reyða rond. Felagið varð sett á stovn 28.august í 1964. Fyrsta árið ið 10-mannafarið hjá felagnum, Norðingur, luttók í FM kappróðri gekst so mikið væl, at hann vann FM heitið tað árið og eisini árið eftir. Sambært hagtølum á heimasíðuni drekin.fo, hevur felagið vunnið 4 FM heitið síðan 1973. Rodos. Rodos (Grikskt: Ρόδος, Rodos, [ˈroðos]) er ein oyggj og ein býur í Grikkalandi. Oyggin er hin størsta í oyggjabólkinum Dodekanes (Tólvoyggjarnar). Høvuðsbýurin á Rodos eitur Rodos eins og oyggin, næststørsti býurin eitur Lindos. Umleið helmingurin av fólkunum búgva í Rodos býi. Býurin er m.a. kendur fyri Risan í Rodos (Kollosan), sum var risastór standmynd av sólgudinum Helios. Standmyndin varð gjørd í 3. øld áðrenn Krist og stóð í havnini á Rodos býi. Standmyndin var 30 metrar høg og var eitt av teimum sjey heimsins undrunum í fornøldini. Standmyndin brotnaði undir einum hørðum jarðskjálvta ár 226 áðrenn Krist. Í Mandraki havnini í Rodos býi, har standmyndin møguliga hevur staðið í fornøldini, eru nú tvær súlur við standmyndum av reinsdjórum. Súlurnar standa báðumegin við innsiglingina til havnina. Rodos er í eystur Egearahavinum, frástøðan til Turkaland er bert 18 km, meðan frástøðan til havnina í Pireus við Athen er 500 km. Rodos luttekur í Oyggjaleikum, sum er ítróttarstevna fyri oyggjasamfeløg. Rodos var vertur fyri leikunum í 2007. Maria Eide Petersen. Maria Eide Petersen (fødd 14. januar 1894 í Nólsoy - 1994). Marjun Syderbø Kjelnæs. Marjun Syderbø Kjelnæs (fødd 1974) uppvaksin í Havn er føroyskur rithøvundur. Hon hevur skrivað bæði bundnan og óbundnan tekst, umframt til pall og filmshandrit. Tvey yrkingasavn eru útkomin "Rót tripp" í 2012 og "Opna" í 2016. Lívsleið sum rithøvundur. Marjun vann eina stuttsøgukapping í 2000 við søguni "Russiskur dansur". Søgan kom út í stuttsøgusavni við sama heiti. Árið eftir kom stuttsøgan "Kópakona" í savninum Mjørki í heilum. Árið eftir kom útvarpsleikurin Trongd. Í 2004 útgav hon sítt fyrsta stuttsøgusavn, tá ið Bókadeildin útgav stuttsøgusavnið "Ein farri av kolvetni". Frá 2007 til 2009 útgav hon tríggjar barnabøkur, ið allar byrja við "Hvør fjalir seg í..." Í 2010, útgav Marjun ungdómsskaldsøguna "Skriva í sandin", sum vann norðurlendsku barnabókavirðislønina hjá skúlabókavørðum í 2011, í 2012 varð hon tilnevnd Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins og í 2013 Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, hon vann tó ikki. Í 2011 fekk Skriva í sandin pláss í White Raven Deutsche Jugendbbibliothek, har bara tær bestu barnabøkurnar koma. Skriva í sandin er umsett til fleiri onnur mál, m.a. danskt, norskt og franskt. Í 2012 útgav hon fýra stuttsøgur í tíðarritinum Vencil. Sama árið kom fyrsta yrkingasavn hennara, Rót trip, ið er týtt til enskt og norskt. Í 2014 útgav hon sjónleikin Tóm rúm, ið Sprotin gav út. Leikurin var framførdur á Tjóðpalli Føroya. Í 2016 skrivaði Marjun sangtekstir til sangir í tónleikaútgávuni "At the heart of a Selkie" sungið av Eivør Pálsdóttir, tónasmiður var Peter Jensen. Sangirnir vóru spældir av DR Big Band. Sama árið útgav hon skaldsøguna "Óendaliga vera". Bókadeildin sigur at skaldsøgan snýr seg um Veru, ið liggur á ellisheimi, hon fær ikki tosa, men innan í henni floyma minnini fram av lívi hennara, um kærleikan, sum bæði var ósvaraðum og svaraður, og at "Hetta er søgan hjá fleiri ættarliðum, sum rennur saman til eina heilskapaða og hugfangandi søgu um svik, tøgn, kærleika og longsul". Frá 2014 til 2017 samstarvaði hon við filmsleikstjóran Sakaris Stórá, har hon skrivaði handrit til film hansara Dreymar við havið, ið bleiv frumsýndur á heysti 2017. Søgan í filminum er um tvær sera ymiskar gentur Ester og Ragna, har onnur kemur frá einari trúgvandi familju og hin frá einari familju ið hevur rúsdrekkatrupulleikar. Men hóast tað, so gerast tær vinkonur. Í 2020 útgav hon ungdómsskaldsøguna "Sum rótskot", ið umframt at snúgva seg um vinarlag, eisini er um eitt sera aktuelt evni, veðurlagsbroytingarnar, ið fýra ung fólk úr Havn, kempa fyri at varpa ljós á, m.a. við at skipa fyri veðurlagsverkføllum við Tinghúsið. Samstundis stríðist onnur av gentunum, Miriam, við arvaligu sjúkuna cystisk fibrose, ið oyðileggur lunguni. Tey ungu velja at taka sakina í egnar hendur, men tað fær avleiðingar, ið tey ikki høvdu roknað við. Marjun hevur vunnið fleiri kappingar og móttikið og tilnevnd fleiri heiðurslønir bæði í Føroyum og øðrum londum. Í 2008 og 2020 fekk hon Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs í 2008 fyri "Hvør fjalir seg" røðina, sum Hanne Bjartalíð hevur myndprýtt, í 2020 fyri bókina "Sum rótskot". Í 2017 vann hon eina FMA virðisløn fyri besta sangtekstin. Skriva í sandin varð tilnevnd fleiri norðurlendskar virðislønir. Hon hevur fingið starvsløn frá Mentanargrunni Landsins fleiri ferðir, m.a. fekk hon trý ára starvsløn í 2009 og eitt ára starvsløn í 2018. Um sjónleikin Tóm rúm. Í 2014 útgav Marjun sín fyrsta sjónleik. Hann kom út sum e-bók hjá Sprotanum, og varð hann frumframførdur á Tjóðpalli Føroya hin 15. februar 2014. Leikurin er eitt eksistensielt drama um lívið og kærleikan, vónloysið og vónina. Eyðun Johannessen leikstjórnaði, gjørt pallmynd og búnar hevur eysturríkarin Manfred Blaimauer. Tróndur Bogason hevur skrivað nýggjan sermerktan tónleik til leikin, Árni Baldvinsson er ljósdesignari og Jón McBirnie hevur gjørt ljóðmyndina, meðan Vígdis Hentze Olsen er komin til Føroyar at koreografera. Tey leikandi eru: Annika Johannessen, Annika Hoydal, Annfinnur Heinesen, Hjálmar Dam og Nicolaj Falck. Sangin hava Eivør Pálsdóttir og Ólavur Jákupsson lagt rødd til. Tróndur Bogason, Jóhannes Andreasen, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Andrias Restorff og Jón McBirnie hava spælt tónleikin inn. Norðurlendsk barnabókavirðisløn. Norðurlendska barnabókavirðislønin verður latin annað hvørt ár fyri ein barnabók úr Norðurlondum. Tað er felagið hjá norðurlendskum skúlabókavørðum "Nordisk Skolebibliotekar Forening" sum letur virðislønina. Tríggir føroyingar hava vunnið heiðurslønina, Ólavur Michelsen vann hana í 1991, Edward Fuglø í 2001 og Marjun Syderbø Kjelnæs í 2011. Da Lat. Đa Lat er ein býur í Vjetnam, høvuðsstaður í Lam Dong landslutinum. Íbúgvaratalið er umleið 300.000. Býurin er uppi í fjøllunum og liggur 1500 metrar yvir havið. Tað vóru franskmenn, ið stovnaðu býin í fyrst í 20. øld. Da Lat er eitt vælumtókt ferðavinnumál í Vjetnam. Býurin hevur eitt tempererað klima í mun til Vjetnam sum heild, ið hevur eitt tropiskt klima. Mjørkatám sæst ofta í dølunum í landslutinum, nærum alt árið, og har er sera fruktagott. Vága Dansifelag. Vága Dansifelag er dansifelag í Vágum, sum skipar fyri føroyskum dansi í oynni. Felagið varð stovnað 1. desember 1976. Onnur dansifeløg hava verið áður í oynni, men verandi dansifelag hevur verið til síðan 1976. Frá byrjan stóð í viðtøkunum, at dansur skuldi fyriskipast upp á skift í bygdunum í Vágum. Tó er hetta broytt nú, tað verður sum oftast dansað í Beitinum í Miðvági, uttan okkurt ávíst kvøld, sum hevur tilknýti til ávísa bygd, t.d. verður dansa í Bø onkuntíð. Sumbiar Dansifelag. a> 2013 vóru handaðar í Stóra Pakkhúsi í Vági var farið upp á gólv, Sumbiar Dansifelag dansaðu føroyskan dans saman við Kirkjukórinum Ljómi og øðrum. Sumbiar Dansifelag er dansifelag í Sumba sum varð stovnað í 1966. Felagið skipar fyri føroyskum dansi. Felagið eigur hús, har dansa verður í vetrarhálvuni, húsið verður nevnt Dansistovan og stendur beint við skúlan og kirkjuna í Sumba. Sumbiar Dansifelag dansar eisini saman við hinum dansifeløgunum í oynni bæði í Sumba og í øðrum bygdum. Aðalfundur er vanliga í mars. Heiður. Sumbiar Dansifelag vann heiðurin Europa-Preis für Volkskunst í 1977. Vinnuhúsið. Vinnuhúsið (House of Industry) er eitt hús og ein ráðgevandi eind, sum umboðar og arbeiðir fyri at menna vinnulívið í Føroyum. Orðið "Vinnuhúsið" verður brúkt sum felagsnevnari fyri feløgini, sum í dag eru við til at mynda virksemið í húsinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag eigur húsið saman við Havnar Handverksmeistarafelag. Tað er tó Arbeiðsgevarafelagið, sum stendur fyri dagliga rakstrinum, og øll hini vinnufeløgini gjalda fyri at vera við í felags umsitingini. Nevndin í Arbeiðsgevarafelagnum leggur linjurnar fyri arbeiðið í Vinnuhúsinum. Vinnuhúsið veitir ráðgeving í sambandi við sáttmálaspurningar og í sambandi við setanarviðurskifti á privata arbeiðsmarknaðinum. Vinnuhúsið veitir eisini ráðgeving til byggivinnuna og til vinnugreinafeløg og teirra limir. Marita Rasmussen er stjóri í Vinnuhúsinum. Viðarlundin í Vági. Viðarlundin í Vági liggur í Hvannadali omanfyri bygdina Vág í Suðuroynni. Tað var Vágs býráð sum í 1956 tók avgerð um at gera viðarlund har á staðnum. Tvey økir á í alt 30.100 m² vóru settar av til hetta endamálið. Viðarlundin í Vági, sum oftast verður nevnd "Plantasjan í Vági", er ein av størru viðarlundunum í Føroyum. Í 2011 varð ein onnur viðarlund gjørd í Vági, tað var á økinum við Sandin (innast í fjørðinum) har økið er nógv flatari enn viðarlundin í Hvannadali. Nýggja viðarlundin verður nevnd Viðarlundin á Sandinum í Vági ella Parkin Á Sandinum. Viðarlundin á Sandinum í Vági. a>. Myndin er tikin í 2009, áðrenn parkin varð gjørd. Viðarlundin á Sandinum í Vági (eisini nevnd "Parkin á Sandinum") er ein verkætlan sum er í ger í Vági og byrjaði at taka skap á sumri 2011. Ítøkiligar ætlanir um hesa verkætlan byrjaði í 2008. Ein av stigtakarunum til verkætlanina er Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, úr Vági. Verkætlanin gongur út uppá at gera økið á Sandinum í Vági til eitt fríðøkið har fólk kunnu njóta at ganga túr ella sita á einum bonki í vakra umhvørvinum. Fólk hava arbeitt uttan at taka løn fyri tað leygardagar á sumri 2011, barnagarðurin og frítíðarskúlin í Vági hava eisini verið og hjálpt til. Tey sum hava arbeitt við verkætlanini høvdu eina ætlan frá byrjan, sum er gjørd við góðari hjálp frá Mayfinn Norðoy, arkitekti á teknistovuni Kontrast (www.kontrast.fo). Gjørt var eitt uppskot, sum gjørdist útgangspunkt fyri verkætlanini. Heyggjar eru gjørdir rundan um, gøtur eru gjørdar, girðingar eru settar upp og portur. Veitir eru gravaðar, hylur er gjørdur, benkur og borð eru sett upp, malargrót er lagt í runding og plantur eru settar niður har. Stuðlar. Innlendismálaráðið stuðlaði verkætlanini "Parkin á Sandinum" við 50.000 kr. Lions Club Suðuroy stuðlaði í mai 2011 áhugabólkinum við 50.000 kr. Harumframt hava fyritøkur, stovnar og einstaklingar stuðla antin við pengum, latið vørur ókeypis ella stuðla við sjálvbodnari arbeiðskraft. Søga. Sandurin í Vági er søguligt økið. Fyrsti heimavøllurin hjá Vágs Bóltfelag, sum varð stovnað í 1905, var á Sandinum. Fyrsti heimasdysturin var leiktur á Sandinum, tað var í 1910 móti TB. TB vann dystin 9-0, teir leiktu 3 hálvleikir. Sandurin hevur eisini verið nýttur sum eitt náttúrligt spælipláss hjá børnum, sum búðu í vestara enda av býnum. Tennisvøllur var har síðst í 1920'unum. Økið á Sandinum hevur eisini verið nýtt til beitið hjá seyði og tarvi. Sandurin verður nevndur í søgnini um Tofta Regin: "Vestur um bygdina fóru teir, eftir sandinum – tá var skamt ímillum teirra – og tá ið hesturin skuldi leypa um Ósagarð, sum tá var bøgarðurin í Vági, var Regin so nær, at hann treiv um halafaksið á honum. Hesturin leyp, men Regin setti báðar føtur í spenni ímóti garðinum og strongdi á so fast, at hann sleit faksið útúr og datt øvigur aftur við tí í hondini. " Viðarlundin í Trongisvági. Viðarlundin í Trongisvági liggur í Trongisvági í Suðuroynni sunnanfyri vegin sum førir til Hvalbiartunnilin á Trongisvágs síðuni. Ein á, Stórá, rennur gjøgnum viðarlundina, størsti parturin av viðarlundini er tó norðanfyri ánna. Í 1965 plantaði Tvøroyrar kommuna trøð á einum jarðarteigi á 28.700 m² sum varð millum Hvalbiarvegin og Stórá. Í 1974 varð eisini ein jarðarteigur sum er sunnanfyri Rangá plantaður við trøðum, hesin teigur er 1.793 m² stórur. Eftir tað var viðarlundin 30.493 m² stór. Í 2003 vóru fleiri trøð plantaði, Skógrøkt Landsins hevur gróðursett umleið 13.000 m² afturat. Viðarlundin er nú í alt 40.493 m² stór. Gongugøtur eru inni í viðarlundini, so fólk kunnu gagna túrar inni har. Benkur og borð eru eisini sett upp og á eini fløtu niðri við Stórá í eystara parti av viðarlundini er ein stór grill sett upp, har fólk kunnu grilla og so njóta matin við meðan tey sita við borðini ið standa har. Barnagarðurin, útibarnagarðurin og Frítíðarskúlin í Trongisvági brúka ofta viðarlundina til útferðir og túrar. Ein gøta er gjørd fram við Stórá. Henda gøtan verður nevnd "Áargøtan í Trongisvági". Gøtan byrjar við ítróttarhøllina í Trongisvági og fer oman til Stórá og gongur heilt inn til Viðarlundina í Trongisvági. Viðarlundin í Trongisvági er eitt ferðavinnumál hjá ferðafólki sum vitja oynna. Apocalypto. Apocalypto er ein amerikanskur filmur av Mel Gibson frá 2006. Manchester United F.C.. Old Trafford Stadium, har Manchester United spælir sínar heimadystir. Alex Ferguson var venjari hjá Manchester United frá 1986 til 2013. Manchester United er eitt enskt fótbóltsfelag úr Manchester, sum var stovnað í 1878 undir navninum Newton Heath LYR Football Club'". Í 1902 broytti felagið navnið til Manchester United og í 1910 flutti felagið heimavøllin til Old Trafford. Àðrenn Old Trafford varð bygd spældi felagið á ymiskum støðum. Alt byrjaði tó á North Road. Um hetta mundi var hetta brúkt til cricket og hevði pláss til 12.000 áskoðarar. Hetta var mett, at vera ov lítið til, at felagið slapp at lima seg uppí ensku Football League, fyri at spæla yrkis fótbólt. So við og við vóru standipláss gjørd, soleiðis at 15.000 fólk, kundu koma til dyst og við hesum varð Newton Heath LYR vorði eitt yrkisfelag. Ikki gekk leingið áðrenn eigararnir av North Road byrjaðu, at ilskast inná Newton Heath LYR, av teirri orsøk, at teir mettu tað ikki søma seg, at krevja gjaldingar fyri fótbólt. Felagið varð bannlýst úr North Road í juni í 1893. Eftir hetta flutti felagið úr Newton Heath til Clayton, 2,2 kilometrar í ein norðan. Nýggja stadioni nevndist Bank Street. Hetta var heimavøllur hjá Newton Heath Lancashire and Yorskshire Railway, felagið skiftið sum fyrr nevnt, navn til Manchester United Football Club í 1902. Ì 1909 varð samtykt, at flytast skuldi til Old Trafford og skotski arkitekturin, Archibald Leach varð biðin, at tekna stadioni sum stóð klárt árið eftir. Liðið er mest vinnandi felag í Onglandi. Hin 22. apríl 2013 vann felagið sítt 20. meistaraheiti í ensku Premier League, tað er met, harumframt hevur felagið 11 ferðir vunnið FA Cup ("The Football Association Challenge Cup"), sum eisini er met, fýra ferðir hevur tað vunnið "League Cup", og 19 ferðir hevur tað vunnið "FA Community Shield", sum eisini er met. Uttanfyri Ongland hevur felagið vunnið UEFA Champions League tríggjar ferðir, einaferð UEFA Steypavinnarakappingina ("UEFA Cup Winners' Cup"), einaferð hevur tað vunnið UEFA Super Cup, einaferð hevur tað vunnið Intercontinental Cup, og einaferð hevur tað vunnið FIFA Club World Cup. Í 998–99 vann felagið trífaldan heiður, á enskum nevnt "Treble", við tað at felagið hetta kappingarárið vann Premier League, FA Cup og UEFA Champions League, tað er higartil ikki hent fyri nakað annað enskt fótbóltsfelag. Í 1968 var Manchester United fyrsta enska fótbóltsfelagið, sum vann Europa Cup. Alex Ferguson hevur verið venjari hjá felagnum síðan 1986, hann heldur fram til 1. juli 2013. Hann er tann venjarin, sum hevur vunnið flest meistaraheiti í enskum fótbólti, og so er hann tann venjarin, sum hevur verið venjari í longsta tíðarskeiði út í eitt í ensku Premier League. Í mai 2013 boðaði hann frá, at hann fór at gevast sum venjari eftir kappingarárið 2012-13. Fáir dagar seinni boðaði felagið frá, at tað hevði funnið ein nýggjan venjara. Nýggi venjarin er David Moyes, sum tók við 1. juli 2013. Hann var venjari hjá Everton F.C., áðrenn hann tók av at gerast venjari hjá Manchester United. Suðuroyar Kappróðrarfelag. Á Jóansøku 2012 eydnaðist tað fyri fyrstu ferð nýggja Suðuroyingi at vinna 10-mannafars róðurin. Suðuroyar Kappróðrarfelag er nýtt føroyskt róðrarfelag, sum varð stovnað 6. september 2011 í Suðuroynni. Talan er um eitt felag sum er fyri alla oynna. Tað eru fólk úr Vágs Kappróðrarfelag og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag sum hava tikið stig til at stovna hetta nýggja felagið. Ein av orsøkunum til at nýggja felagið bleiv stovnað er tann, at tvøráfólk og vágbingar ikki hava fingið mannað nakað 10-mannafar seinastu árini. Fyrsta árið er meiningin at samstarva um eitt 10-mannafar fyri alla oynna. Nýggja felagið hevði, longu áðrenn tað formliga varð stovnað, bílagt eitt nýtt 10-mannafar frá Sámal Hansen, bátasmiði. Nýggja 10-mannafarið, sum fekk navnið Suðuroyingur, luttekur í FM kappróðrinum 2012. Litirnir hjá felagnum eru myrkagrønt og ráðhvítt. Tann myrkagrøni liturin er so myrkur, at hann er tætt uppá svarta litin, tá man sær bátin langt burturi frá. Fyrsta úrslitið hjá nýggja Suðuroyingi var eitt annað pláss á Norðoyastevnu hin 2. juni 2012 við tíðini 06:39.15, sum var minni enn eitt sekund aftanfyri Klaksvíkingin, sum vann setti nýtt met við tíðini 06:38.24. Teir róðu 1500 metrar á Norðoyastevnu. Á Eystanstevnu gjørdist Suðuroyingur aftur nummar tvey, tá varð róð 2000 metrar. Á Sundalagsstevnuni róðu 10-mannaførini aftur 2000 metrar, og tá endaði Suðuroyingur á triðja plássi. Men á Jóansøku í Vági 23. juni 2012 eydnaðist tað Suðuroyingi at vinna róðurin. Tá var teinurin bert 1000 metrar. Teir vunnu við tíðini 4:22.17, Klaksvíkingur varð nummar tvey við tíðini 4:23.06 og Vestmenningur var nummar trý við tíðini 4:25.04. Manningin 2012. Suðuroyingur vann róðurin á Jóansøku 2012, hetta er beint eftir at bátur og manningin er komin upp á land aftur. Tey sum mannaður Suðuroying í 2012 vóru 10 menn og ein kvinna. Á Norðoyastevnu 2012 stýrdi Linda Dam Jacobsen, men áðrenn tað var tað systir hennara Jannie Dam Jacobsen, ið stýrdi Suðuroyingi. Tað var Jannie ið stýrdi til 5000 metra kappróðurin, sum var á bátastevnuni í Vestmanna, tá var komin tætt uppá at eiga. Dagin fyri Norðoyastevnu var tíðin komin, og hon átti eitt barn í øllum góðum, og tí varð tað systir hennara Linda, ið stýrdi Suðuoyingi á Norðoyastevnu. Á Jóansøku var tað aftur Jannie ið stýrdi Suðuroyingi. Tír na nÓg. Tír na nÓg (Gamalt Írskt "Tír inna n-Óc" "Land hins ungdóms" ella "Land teirra ævigt-ungu"), er hin best kenda írska sagnarverøldin Enskt: "Otherworld"). Landið Tír na nÓg lá á eini oyggj fyri vestan sjónarringin, handan øll landakort. Í Tír na nÓg fanst elli ikki, øll har í landinum vóru verandi ung fyri ævir. Niels Petur Nolsøe. Niels Petur Nolsøe. Á myndini lesur hann úr yrkingasavni sínum "Smátúgvur" í Framtíðini í Vági flaggdagin hin 25. apríl 2011. Niels Petur Nolsøe (føddur 23. februar 1945 í Vági) er føroyskur rithøvundur (skald), lærari og undirhaldari. Tá hann yrkir nevnir hann seg oftast NePtuN, sum er stytting av navni hansara. Hann hevur yrkt sera nógv, og fleiri av yrkingum hansara hava aðrir gjørt lag til. Niels Petur Nolsøe hevur yrkt tættir til útvarps sendingina V4 og til kvøldsetur, sum ofta vóru fyrr í Vági. Hann var virkin skemtari í fleiri ár saman við Robert Mc'Birnie, Petur Nolsøe og Arnfinni Thomassen. Fleiri av yrkingunum hjá Niels Petur eru nú sangir. Hans Jacob W. Hjelm úr Vági hevur gjørt løg til fleiri av yrkingunum, og hesir sangir eru innspældir og eru av og á at hoyra í útvarpinum hjá Kringvarpið Føroya. Nevnast kunnu t.d. "Sigurskvæði til VKR", sum er ein sangur til Vágs Kappróðrarfelag, yrktur í 2002 eftir at 6-mannafarið Smyril vann FM heitið. Hans Jacob W. Hjelm smíðaði lag og legði rødd til sangin í 2003. Smyril vann eisini FM í 2003, og tað árið var sangurin ofta at hoyra. Jiddiskt mál. Jiddiskt ella Jiddisj (ייִדיש "yidish" ella אידיש "idish", bókstavliga: "jødiskt", við enskari transkribering "Yiddish," áður eisini nevnt "jødatýskt") er eitt germanskt mál sum verður tosað av umleið trimum milliónum jødum í allari verðini. Málið bleiv til í 11 øld, í økinum ið nú umfatar Týskland. Jiddiskt, málið hjá teimum evropeisku jødunum, er í høvuðsdráttum grundað á týskt, men hevur eisini ein fittan part úr hebráiskum. Undan seinna heimsbardaga vóru tað nógv fleiri, ið talaðu tað. Seinast í 1920-árunum varð roknað við umleið 7 milliónum í Evropa, og í 1930-árunum millum 1 og 1,5 millión í USA. Tjaldrið (vaktarskip). Tjaldrið er navnið á vaktar- og bjargingarskipi, sum Føroya Landsstýri læt byggja í Noregi í 1976. Vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið er bygt a Svolvær Mekanisk Verksted í Noregi í 1976. Tjaldrið kom á fyrsta sinni til Føroya hin 14. juli 1976. Umframt Tjaldrið røkir eisini skipið Brimil vaktar- og bjargingartænastu við Føroyar. Tað er Fiskiveiðieftirlitið, sum ger bæði skipini út. Umframt at vera vaktarskip í sambandi við fiskiveiði undir Føroyum er Tjaldrið eisini bjargingarskip og hevur ofta verið boðsent at sleipa skip, ið hava fingið motorskaða. Munster. Munster (Írskt; "an Mhumhain / Cúige Mumhan" [:an'vu:n:]), er ein landslutur í Útsynnings-írlandi. Munster hevur 1.243.726 íbúgvar (2011). Zhengzhou. Kort yvir Kina, har tað sæst hvar ið Zhengzhou Zhengzhou er ein býur í Kina og høvuðsstaður í Henan landslutinum. Býurin er eisini prefekturat. Fólkatalið í prefekturatinum var 8.626.505 í 2010, meðan tað í sjálvum býnum var 3.132.000. Býurin er politiskur, økonomiskur, teknologiskur og útbúgvingar miðdepil í Hanan landslutinum. Býurin er eisini miðdepil fyri ferðsluna í Miðkina. Býurin liggur á syðra áarbakka á Gulu Ánni (Huang He / Yellow River), og er ein av teimum átta fornaldarligu høvuðsstaðunum í Kina. Galway. Galway ['gɔlweɪ'] (Írskt: "Gaillimh" ['ɡalʲɪvʲ'] "grýtut" ið kemur av fyrra liðnum í staðarnavninum "grýtuta áin") er ein miðalstórur býur og umsitingardepil í County Galway í provinsinum Connacht í vestur Írlandi. Waterford. Waterford (norrønt "Veðrafjǫrðr" ella "Vetrarfjǫrðr", ið antin sipar til "veðurlag" ella "Vetrarhavn", (Írskt: Port Láirge, "Lárag'sa havn") er ein miðalstórur býur og umsitingardepil í County Waterford í provinsinum Munster í suður Írlandi. Leinster. Leinster (Írskt; "Laighin / Cúige Laighean" [kuːg´ə ˈlaiən], er ein landslutur í Landsynnings-írlandi. Leinster hevur 2.501.208 íbúgvar (2011). Søga. Navnið er samanset av teimum liðum: "Lein-ster". Tann fyrri kemur av írska ættarbólkinum "Laighean" ið livdi í økinum, tann seinni kemur antin av írskum "tír" ella norrønum "staðr", ið bæði merkja "landaøki", tvs. "Landaøki Laighins (-ættar)" Írska navnið "Cúige laighean" merkir "fimtingur Laighins (-ættar)"; sí Landspartar í Írlandi Ulster. Ulster (Írskt; "Ulaidh / Cúige Uladh" [ˈkuːgʲɪ ˈulə]; Ulster Skotskt; "Ulstèr / Ulster"), er ein landslutur í Norður-Írlandi. Í Ulster eru nýggju sýslur. Seks av hesum (nærum 57% av Ulster) mynda Norðurírland: Antrim, Armagh, Down, Fermanagh, Londonderry og Tyrone. Hinar tríggjar sýslurnar (umleið 43% av Ulster) eru í Írsku republikkini: Cavan, Donegal og Monaghan. Ulster hevur 1.954.727 íbúgvar (2006). Landspartar í Írlandi. Írland hevur søguliga verið býtt sundur í fýra landspartar: Leinster, Ulster, Munster og Connacht. Írska heitið fyri hesa landafrøðiligu sundurbýting, "cúige", ið merkir "fimtingur", sipar til at einaferð vóru fimm landspartar; tann fimti landsparturin, Mide (Meath), varð innlimaður í Leinster, meðan partar av honum fullu til Ulster. Upprunaliga býtið var: Leinster, Munster, Mide, Connacht og Ulster. Kongadømið Mide. Midhe umleið ár 900 e.kr. Mide (fornírskt: [ˈmʲiðʲe] enskt: [ˈmiːð]), stavað Midhe í nútíðar írskum og anglifiserað til Meath, var eitt kongadømið í gamla írlandi í vardi meir enn 1.000 ár. Navnið merkir "miðja" og sipar til at hetta kongadømið lá í miðjuni av Írlandi. Tá Mide hevði størstu vídd, fevndi tað alla núverandi sýsluna County Meath (ið hevur arvað navnið frá kongadøminum), alla sýsluna Westmeath, og partar av Cavan, Dublin, Kildare, Longford, Louth og Offaly. County Louth. County Louth (írskt: "Contae Lú") er ein county í írsku republikkini, ið liggur í landspartinum Leinster. County Louth er 820 km² til støddar, við einum fólkatali uppá 110.894 (2006). Sostatt er hon Írlands minsta county tá um stødd ræður. Administrativi depilin liggur í býnum Dundalk, men tann størsti býurin er Drogheda, ið er eitt sindur størri enn Dundalk. Co. Meath. County Meath (írskt: "Contae na Mí") er ein county í írsku republikkini sum liggur í landspartinum Leinster. County Meath er 2.342 km² til støddar og fólkatalið er 162.831 (2006). Tann administrativi depilin liggur í býnum Navan, men nakrar almennar skrivstovur liggja í Trim, som er ein søguliga týdningarmikil býur. Meath, ið hevur arvað navn sítt frá kongadøminum Mide, liggur í tí miðírska láglendinum og bestendur í stóran mun av grasøkjum. County Meath hevur eisini tey einastu tvey Gaeltacht økini í landspartinum Leinster, í Rath Cairn og Baile Ghib. Krzeszowice. Krzeszowice er ein býur i Suðurpóllandi. Krzeszowice hevur umleið 10 050 íbúgvar. Býurin liggur umleið 18 km vestan fyri Kraków. Býurin liggur við ánna Krzeszówka. Mohammad Reza Pahlavi. Muhammad Reza Pahlavi (persiskt: محمدرضا پهلوی "Moḥammad Rez̤ā Pahlavī") (26. oktober 1919 í Teheran – 27. juli 1980 í Cairo) var shahur í Iran frá 16. september 1941 til iransku kollveltingina hin 11. februar 1979. Hann var annar monarkurin av Pahlavi-dýnastínum og tann síðsti shahurin í tí iranska monarkínum. Gittari. Ein gittari ella guitari er eitt streingjaljóðføri ella instrument ið oftast hevur 6 streingir. Nylon streingir á klassiskum gittarum og stál ella nikkel streingir á akkustiskum (stundum nevndir country-) gittarum og el-gittarum. Søga. Søgan hjá gittaranum røkkur aftur til í minsta lagi ár 2.000 f.kr. Tað finnast figurar frá hesi tíðini í Egyptalandi sum ímynda kvinnur ið spæla á gittaralíknandi ljóðføri. Orðið "guitar" kemur møguliga úr Spania ella frá persiska orðinum "Gui-Tar" ið betýðir "Hálvcirkul og streingir." Tað kann eisini stava frá tí (differentieraða) arábiska orðinum "Qitara" ið var navnið á einum ljóðføri, ið kom til Spania í 10'du øld. Fyrstu ferð ið gittarin verður nevndur á skrivt er í 1500 talinum. El-gittarin varð uppfunnin av Adolf Rickenbacker í samstarvi við George Beauchamp og Paul Berth í 1931. Humbucker-pick-uppið varð uppfunnið av Seth Lover frá Gibson. Lotte Friis. Lotte Friis (fødd 9. februar 1988) er ein av bestu svimjarum í Danmark (2011). Hon hevur bestu úrslit frá longu teinunum í frísvimjing. Hin 28. november 2009 setti hon heimsmet í 1500 m frí á stuttbana. Í 2007 setti hon 3 norðurlendsk met í 400 m, 800 m og 1500 metrum frí. Seinni hevur hon betra hesi met fleiri ferðir. Í 2008 luttók hon í Olympisku Leikunum í Beijing, har vann hon bronsu í 800 m frí. Lotte Friis hevur eisini vunnið heimsmeistaraheitið á langbana, tað gjørdi hon í 2009, tá hon vann gull í 800 m frí. Hon gjørdist tá fyrsti dani, ið vann heimsmeistaraheitið á langbana. Í 2011 luttók hon á heimsmeistara svimji stevnu í Shanghai, hon gjørdist heimsmeistari í 1500 m frí á langbana við tíðini 15:49.59. Harumframt vann hon silvur í 800 m frí við tíðini 8:18.20. Hon gavst sum svimjari á altjóða støði í apríl 2017, eftir eina 14 ára langa karrieru. Poul Nyrup Rasmussen. Poul Oluf Nyrup Rasmussen (føddur 15. juni 1943 í Esbjerg) er danskur politikari. Hann var forsætisráðharri í Danmark í tíðarskeiðnum 25. januar 1993 til 27. november 2001. Hann varð limur í Europa-Parlamentinum í tíðarskeiðnum 2004-09. Hann var formaður fyri danska Javnaðarflokkin (Socialdemokratiet) 1992 - 2002. Áðrenn tað var hann næstformaður fyri flokkin 1987 - 2002. Poul Nyrup varð útbúgvin Cand.polit frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn (Københavns Universitet) í 1971. Hann var fólkatingslimur fyri Sosialdemokratarnir umboðandi valdømið Ringkøbings Amtskreds frá 10. mai 1988 til 2004. Privat. Poul Nyrup Rasmussen er sonur Oluf Nyrup Rasmussen, sum var arbeiðsmaður, og Vera Nyrup Rasmussen, sum var vaskikona. Í 1966 gistist hann við Helle Mollerup. Tey fingu dóttrina Signe (fødd 1969) sum tók lívið av sær í august 1993, eftir at hava verið psykisk sjúk eina tíð. Poul Nyrup og Helle Mollerup blivu skild í 1976. Í 1994 bleiv hann giftur við tí radikala politikaranum Lone Dybkjær. Elin Brimheim Heinesen. Elin Brimheim Heinesen (fødd 25. juni 1958) úr Havn er føroyskur tónleikari, sangari, sangskrivari og tónasmiður. Hon er útbúgvin magistari (Cand.mag.) við høvuðsgrein í fagurfrøði og mentan (Æstetik & Kultur) og hjágrein í føroyskum máli og bókmentum. Hon las á Fróðskaparsetri Føroya í 1979-1981 og við Århus Universitet 1984-1986 og 1989-1991. Elin hevur eisini útbúgving sum filmshandritahøvundur frá Den Danske Filmskole, har hon gekk í 1997-1999. Elin búði í Danmark í meir enn 20 ár. Hon flutti aftur til Føroya at búgva í 2007, tá hon gjørdist stjóri á Samvit, sum var útflutnings- og ferðaráð. Áðrenn Elin flutti til Føroya starvaðist hon m.a. sum stjóri, marknaðarleiðari, verkætlanarleiðari, redaktiónsstjóri, ritstjóri og sum sjálvstøðug vinnurekandi við egnari fyritøku, sum m.a. bjóðar ymiskar tænastur innan samskifti og vinnuráðgeving, umframt at hon ger heimasíður. Elin var stjóri á Samvit til stovnurin varð niðurlagdur í august 2009. Frá september 2009 til mai 2012 var Elin í starvi sum miðla- og menningarleiðari í Kringvarpi Føroya. Síðan mai 2012 hevur hon verið sjálvstøðugt vinnurekandi umframt at hon var ein av høvundunum, sum skrivað tíðindi á portal.fo, eftir at portalurin var seldur til Knassar. Í apríl 2015 varð Elin sett í starv á Fróðskaparsetur Føroya sum leiðari av nýstovnaðu lestraskrivstovuni. Í februar 2014 varð Elin vald í nevndina hjá nýggja føroyska filmsfelagnum Føroysk Filmsfólk.. Elin hevur eisini verið vald í nevndirnar hjá feløgunum MenTón og hjá Listaleypurin. Elin gav út kassettubandið "Nalja - Elin & Kári" í 1988 saman við Kára Jacobsen. Elin átti 5 av sangunum og Kári átti 5. Nakrir av sangunum vóru sera ofta at hoyra í útvarpinum, m.a. sangurin "Sjeikurin" eftir Elin Heinesen og sangurin "Á, tann deiliga Havn", sum Kári hevur skrivað. Í 2010 gav Elin fløguna "Yndisløg - Ein ferð aftur í farnar tíðir" út. Á fløguni eru 15 løg, sum øll eru týðingar av kendum útlendskum løgum. Elin hevur sjálv týtt tey flestu av løgunum. Elin hevur eina bloggu, har hon skrivar greinir og hugleiðingar. Elin er dóttir Jens Paula Heinesen, sála, og Maud Heinesen, sálu, sum bæði vóru rithøvundar. Jens Pauli var ein av virknastu rithøvundum í Føroyum. Elin eigur eina dóttir, Helena Heinesen Rebensdorff, sum eisini er sangari og sangskrivari. Fámara. Vøkur náttúra við bjørgum og gjáum er í Fámara Fámara er ein lítil bygd ella býlingur, sum hoyrir til Vágs kommunu. Fámara er á vestaru síða av Suðuroynni, í ein útnyrðin av Vági. Í nøkur ár búði familjan Brattaberg í Fámara, har tey eitt skifti høvdu ung fólk í arbeiði, ofta fólk úr øðrum londum. Tá tey fluttu úr Fámara búði ongin har í fleiri ár. Í 2010 flutti eini hjún til Fámara at búgva. Vegur er til Fámara. Vegurin fer úr Vági niðan til Botn, Ryskivatn og Fámara. Vegurin eitur Skálavegur niðri í Vági, síðan skiftir vegurin navn til Dalsvegur. Vegurin fer í tvey har uppi við Gjógvaráfjall. Vegurin sum fer beint fram fer til Fámara og vegurin sum snarar til høgru heldur fram til Botn og til Ryskivatn, skelti eru sett upp har sum vísa veg. Botnur er beint norðanfyri Fámara. Føroya fyrsta vatnorkuverk varð gjørt í Botni í 1921. Fámara-málið. Hjúnini sum flutt til Fámara í 2010 vóru Johan Dalsgaard (eisini kendur sum Johan í Kollafirði) og Rakul, harumframt býr eisini ein ungur maður har hjá teimum. Jóhan og Rakul gjørdu vart við seg m.a. við at gera filmar, sum tey løgdu á YouTube og síðan deildu á Facebook, og so hevði Jóhan eisini eina sending í útvarpsrásini hjá Kringvarpinum, har hann sendi beinleiðis úr Fámara. Í 2012 gjørdist Fámara sera nógv umrøtt í fjølmiðlunum í Føroyum, tí festi varð lýst til sølu. Ein Facebook síða varð stovnað við heitinum "Free Fámara", og nógv varð skrivað á ymiskum portalum og skrivað varð í bløðum og málið varð umrøtt í útvarpsrásum og í sjónvarpinum. Tað stóð fólki frítt fyri at bjóða uppá festið í Fámara. Tað vísti seg seinni, at fyrrverandi festarin av Fámara, Árni Brattaberg, átti hægsta boðið, sum var á 520.000 krónur, sambært Johan Dalsgaard var tað boðið 4.775 kr. hægri enn hansara boð. Málið um Fámara er tó ikki avgreitt enn (november 2012), tí Johan kærdi og fekk sær sakførara úr Danmark at hjálpa sær. Karavella Marionett-Teatur. Karavella Marionett-Teatur er eitt einkvinnu marionett-teatur úr Tórshavn. Eigarin og stovnarin er høvundurin Rakel Helmsdal. Leikir. 1. leikár (2011/12): "Revurin við silkiturriklæðinum" (leikrit: Rakel Helmsdal, leikstjórn: Hedvig Westerlund-Kapnas) 2. leikár (2012/13): "Skrímslini" (leikrit: Rakel Helmsdal eftir bókunum hjá Áslaug Jónsdóttir, Kalle Guettler og Rakel Helmsdal, leikstjórn: Hedvig Westerlund-Kapnas) John Wayne. Marion Mitchell Morrison (* 26. mai 1907 - † 11. juni 1979), føddur Marion Robert Morrison og betri kendur undir kunstnaranavni sínum John Wayne, var ein amerikanskur filmsleikari, leikstjóri og prodjúsari. Hann gjørdist kendur av sínum leikluti í filminum "Stagecoach" frá 1939, ið John Ford lekstjórnaði. Anthony Quinn. Antonio Rudolfo Oaxaca Quinn, betur kendur sum Anthony Quinn, (* 21. apríl 1915 – † 3. juni 2001) var ein meksikansk-amerikanskur filmsleikari, málari og rithøvundur. Hann spældi m.a. í "Viva Zapata" (1952, Oscar), "La Strada" (1954), filminum um "Van Gogh" (1956, Oscar), "The Guns of Navarone " (1961), "Zorba the Greek" (1964) og "Lion of the Desert" (1981). Lady Gaga. Stefani Joanne Angelina Germanotta ("Lady Gaga") (fødd 28. mars 1986 í New York City, New York) er ein amerikanskur popp-sangari. Stefani Joanne, betri kend sum Lady Gaga, er blivin kosin til at vera tann kvinnuligi sangarin, ið hevur fingið mest pengar í 2011. Gaga er endað frammanfyri Taylor Swift, Katy Perry, Beyoncé og Rihanna. Seldar fløgur, kunngjørdar avtalur og 7,5 milliónir krónur í miðal fyri hvørja framførslu hevur givið tað úrslit, at Gaga fekk 515 milliónir í tíðarskeiðinum frá mai 2010 til mai 2011. Skerpikjøt. Skerpikjøt er føroyskur matur. Tað er tjógv ella bógvur av seyði, sum verður hongt í ein hjall at turka í fleiri mánaðir. Kjøtið verður fyrst visnað, síðan ræst, og at enda turt. Smakkurin er tengdur at ymiskum faktorum so sum veðurlagi og hvussu góður hjallurin er. Ein trupulleiki, ið ansast má eftir, meðan kjøt hongur í hjalli og turkar, eru skinflugurnar. Tær mugu ikki sleppa nær kjøtinum at víggja, tí so kemur maðkur í, og kjøtið verður tá ikki etandi. Tað skal helst vera kalt í veðrinum um heystið, tá slaktið er fyri, tí tá eru ongar flugur. Er tað lýtt í veðrinum, eru flugur, og so má ansast væl eftir at halda teimum frá kjøtinum. Í Føroyum er ikki vanligt at eta visnað kjøt, man bíðar antin til kjøtið er blivið ræst ella til tað er turt. Ræst kjøt verður kókað ella stokt. Turt kjøt verður etið, sum tað er, tað verður ikki kókað ella stokt. Tá talan er um fisk, tvøst og um ávís sløg av fugli, so verða hesi havd til matna í øllum trimum støðum: visnað, ræst ella turt. Tað er tað turra seyðakjøtið, sum verður nevnt skerpikjøt. Tað verður eisini nevnt turt kjøt. Skerpikjøt verður etið á ymiskan hátt, tað kann verða etið sum viðskeri upp á rugbreyð, drýl ella franskbreyð, tað kann etast afturvið kókaðum eplum, tað er tó ikki so vanligt. Skerpikjøt er eisini ofta at finna í sjálvtøkuborðum, sum eru vanlig at brúka nú á døgum til vælkomst, móttøkur, konfirmatiónir, barnadópar, brúdleyp, føðingardagar og aðrar merkisdagar. Havbúnaðarfelagið. Havbúnaðarfelagið er vinnufelag fyri alarar í Føroyum. Endamálið hjá Havbúnaðarfelaganum er at savna allar føroyskar alarar til at útinna felags áhugamál og at verja áhugamál hjá limunum. Á hvørjum árið gevur Havbúnaðarfelagið út eina ársfrágreiðing, sum lýsir gongdina í alivinnuni og hvørji mál felagið hevur arbeitt við undanfarna ár. Felagið innsavnar hagtøl fyri slátur av laksi, støddarbýti og góðskuflokking. Tølini verða løgd á heimasíðuna Industri.fo regluliga. Í apríl 2011 skrivaði felagið undir stuðulsavtalu við føroyska svimjaran Pál Joensen. Tað var gjørt undir marknaðarføringsheitinum “Salmon from the Faroe Islands”. Bókaútgáva um søguna hjá føroysku alivinnuni. Í 2011 gav Havbúnaðarfelagið út bókina Ringar í sjónum, sum Helgi Jacobsen og Jógvan Edmund á Geilini skrivaðu fyri felagið. Bókin lýsir søguna hjá føroysku alivinnuni. Jeanette Ottesen. Jeanette Ottesen (fødd 30. desember 1987) er danskur svimjari. Hon gjørdist heimsmeistari á langbana til HM í svimjing 2011 í 100 m frí við tíðini 53,45. Hon var ikki einsamøll um at vinna heimsmeistaraheitið í 100 m frí, Aleksandra Gerasimenya úr Hvítarusslandi svam við somu tíð og vann eisini gull. Jeanette Ottesen eigur norðurlendska metið í 100 m frí, tað setti hon á HM í Róm í 2009. Ottesen svimur frísvimjing og firvald. Hon svimur við svimjifelagnum Kvik úr Kastrup og á danska svimjilandsliðnum. Hon luttók á Olympisku Leikunum í 2004, 2008 og 2012. Danmark á Summar-OL 2012. Danmark luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stóra Bretland í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Ein føroyingur kláraði kravtíðirnar hjá dønum í svimjing, tað var Pál Joensen, sum svam 1500 m frí, 400 m frí og stafettina hjá monnum í 4x200 m frí. Mads Glæsner kláraði eisini kravtíðina í 400 m frí. Lotte Friis, Jeanette Ottesen og Rikke Møller Pedersen kláraðu Olympisku kravtíðina (Olympic Qualifying Time), aðrir svimjarir sluppu at luttaka, tí ongin annar hevur klárað kravtíðina, og tey eru tí útvald eftir øðrum kriterium. Danmark luttók í ítróttagreinunum: Bogaskjóting, frælsum ítrótti, kanorógving, súkkling, ríðing, rógving, skjóting, svimjing og borðtennis. Ein føroyingur luttók sum dómari í bogaskjóting, tað var Schandorff Vang, sum er altjóða dómari í bogaskjóting umframt at hann eisini er bogaskjútti sjálvur. Í alt vóru tað 113 ítróttafólk úr Danmark (og Føroyum) í 17 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Sigling. Danmark hevur kvalifiserað 1 bát í kappingunum, sum síggjast í talvunum niðanfyri. Úrslitini frá OL síggjast eisini har. Úrslit. Tann danski báturin tapti í fyrstu syftu 11nta umfar (robin race) við 7 sekundum, men eftir eina kæru varð úrslitið annulerað og so var umsigling. Tølini í "skráskrift" vísa úrslitini ávegis í kappingini. M = Medalju kapping; EL = Kom ikki víðari Svimjing. Til olympisku leikirnir krevst ein serlig kvalifikatiónstíð, til tess at luttaka í svimjikappingunum. Upp til tveir svimjarar fyri hvørja svimjigrein kunnu kvalifisera seg. Um tað ikki eydnast svimjarum at klára kravtíðirnar (Olympic Qualifying Time), so er ein annar møguleiki, sum á enskum nevnist "Olympic Selection Time". Ein føroyingur svimur hesaferð fyri Danmark, og tað er Pál Joensen. Huldufólk. Huldufólk eru yvirnáttúrligar verur, sum eru kendar í Føroyum, Íslandi, Noregi og fyrr eisini í Danmark, tey eru eisini kend undir heitinum "álvar"., á donskum vórðu tey rópt 'huldrefolk' og hetta heiti gongur aftur í staðarnøvnum, t.d. Huldremose á Djurslandi. Í øðrum Norðanlondum og í Stórabretlandi eru líkar verur kendar undir øðrum nøvnum, sum líkjast føroysku orðunum "álvur, álvagenta, álvar", á donskum kallast tey elvefolk. Huldufólk í føroyskum kvæðum og sangum. Huldufólk eru nevnd í fleiri av føroysku kvæðunum. Úr nýggjari tíð er t.d. "Huldugentan", sum Johan Djurhuus (á Høggeil) úr Sumba, (føddur í 1885 - doyði í 1960), yrkti tá hann arbeiddi í Botni, ið er í ein útnyrðing av Vági. Har var vatnverk bygt í 1921, og nakrir menn máttu búgva í Botni fyri at ansa eftir elektrisitetsverkinum. Nú á døgum býr eingin har. Tað var myrkt og einsligt í Botni, og Johan yrkti kvæðið um Huldugentuna, meðan hann búði har. Robert Mc'Birnie hevur útgivið hetta kvæðið/sangin, har hann syngur hann sum vanligan sang, í styttri útgávu, ikki øll ørindini eru við. Kvæðið um Huldugentuna er 27 ørindi til longdar. Tað er best kent í Suðuroy, serliga í Vági. Annika Hoydal hevur gjørt lag til yrkingina "Hulduríma" hjá Steingrími Weihe. Annika syngur sjálv sangin á fløgu við føroyskum tónleiki til børn, sum hon útgav í 1999. Húsakórið í Keypmannahavn hevur eisini sungið og givið út sama sangin "Hulduríma". "Seyðamaðurin á Sondum" er eitt annað kvæði, sum eisini snýr seg um huldufólk. Kvæðið fer fram í Vágum. Seyðamaðurin á Sondum stjól stakkin, sum huldukona átti, hon rann eftir honum líka til Sandavágs. Kvæðið er 51 ørindi til longdar. Skógfriðingarnevndin. Skógfriðingarnevndin (danskt: Færøernes Plantageudvalg) var stovnað av løgtinginum í 1952. Nevndin liggur undir Umhvørvisstovuni, sum er undir Innlendismálaráðnum. Skógfriðingarnevndin skal hava 5 limir, og er "sett at hava eftirlit við friðaðum viðarlundum til verndar av vøkstri og dýrum á hesum lendum". Tá ið nevndin roynir at verja viðarlundir fyri skaðar við t.d. bygningum ella tónleikafestivalum, finnast fólk onkuntíð at nevndini. Nevndin. Formaður í Skógfriðingarnevndini er Jóhann Mortensen, og skrivari er Tróndur Leivsson, landsskógarvørður. Oyggjaleikir 2009. XIII (13.) Oyggjaleikir vóru hildnir á Álandsoyggjunum í døgunum 27. juni - 4. juli 2009. 25 oyggjar og oyggjalond kappaðust í 15 ítróttargreinum. Fyri fyrstu ferð gjørdist Føroyar vinnari av Oyggjaleikunum. World Cup í svimjing. FINA World Cup er heitið á altjóða svimjikappingum, sum verða hildnar í fleiri býum kring heimin á hvørjum ári um heystið frá september til tíðliga í november. Vinnararnir fáa heiðursmerki og vinna eisini pengar. Kappingarnar eru í stuttum svimjihylum, tvs. har hylurin er 25 metrar langur. Kappingarnar kunnu eitt nú brúkast til at kvalifisera seg til aðrar svimjikappingar sum t.d. HM á stuttbana, EM á stuttbana osfr. Ein føroyskur svimjari, Pál Joensen, hevur vunnið fleiri heiðursmerki á hesum World Cup kappingum í 2009, 2010 og 2011. Aðrir føroyingar hava eisini luttikið á Wold Cup stevnum, men tey hava ikki fingið nakað heiðursmerki. Lech Wałęsa. Lech Wałęsa (føddur 29. september 1943 í Popowo, Pólland) er politikari, elektrikari og fakfelagsleiðari. Hann var við til at stovnað Solidarność (Solidaritet) í september 1980. Hann var fyrsti leiðarin av Solidarność. Í 1983 fekk hann Friðarheiðursløn Nobels. Lech Wałęsa var presidentur í Póllandi 1990-95. Føroyar, A-landsliðið í hondbólti hjá kvinnum. Føroyar hevur A-landslið fyri kvinnur, sum leikar í altjóða kappingum. Føroysku kvinnurnar hava fyrr kappast í Challenge Trophy. Í juni 2017 spældu tær í innleiðandi undankapping til EM í hondbólti 2018 (kvinnur). Tær spældu tveir dystir ið vóru móti Grikkalandi og Finnlandi. Føroyar vann dystin móti Grikkalandi 25-24 og móti Finnlandi vunnu tær 20-17. Føroyska liðið kom sostatt fyri fyrstu ferð víðari til sjálva undankappingina til EM í hondbólti. Landsliðsvenjari hjá kvinnunum er Scott Harrington og Sigrun Mikkelsen er hjálparvenjari (dagført juni 2017). Føroyar, A-landsliðið í hondbólti hjá monnum. Dysturin millum Ukraina og Føryar 10. apríl 2019 í Kiev Føroyar hevur A-landslið fyri menn, sum leikar í altjóða kappingum sum EM-undankapping, HM-undankapping, Challenge Trohpy og IHF Emerging Nations Championship. Venjarar eru Halgir Dahl Olesen og Jeppe Borch. Í juni 2015 og í juni 2017 luttók liðið í IHF Emerging Nations Championship, ið er fyri tær lægst rataðu hondbóltstjóðirnar. Kappingin er fyri leikarar undir 24 ár, tó kunnu 3 av leikarunum vera yvir 24. Føroyar vunnu báðar tær fyrstu kappingarnar. Í 2015 vunnu Føroyar finaluna 27-24 móti Letland. Í 2017 vunnu Føroyar finaluna 26-25 móti Turkalandi. Nr. 1, 2 og 3 frá IHF Emerging Nations Championship 2017 komu víðari til innleiðandi kappinginga til EM í hondbólti 2018. Andrea Opielka. a> 2011. Andrea Opielka er ein av teimum sum dansa, hon er mitt á myndini, aftast, í føroyskum búna við svørtum turriklæði og fyriklæði. Føroyskt frímerki, har myndaevnið er føroysk dansispøl, her sæst bandadansurin. Dr. Andrea Susanne Opielka er týskur granskari og rithøvundur. Hon hevur stóran áhuga í Føroyum og føroyskari mentan, serliga er hon áhuga í føroyska dansinum. Í 2004 fór hon í holt við at skriva phd-ritgerð um føroysk dansispøl. Ritgerðin varð liðug og góðkend í 2007. Í 2009 kom ritgerðin út í bók á týskum og í september 2011 kom bókin út á donskum undir heitinum "Danse og sanglege på Færøerne". Í bókini eru 23 lýsingar av føroyskum dansispølum, nøkur av teimum eru útdeyð meðan onnur enn verða brúkt. Hon hevur tosað við umleið 200 føroyingar sum koma frá bygdum og býum kring alt landið. Decision3. P/F Decision3 er føroysk fyritøka heimahoyrandi í Tórshavn og við samstarvspørtum og nevndarlimum úr Danmark eisini. Decision3 var stovnað á várið 2006 av trimum føroyingum: Dánjal Jákup Jacobsen, Ólavur Simonsen og Jóan Petur Petersen, sum allir eru verkfrøðingar. Í 2008 var fyritøkan kosin Ársins átak av Vinnuhúsinum. Í oktober 2010 valdi íbirtingarfelagið Birting hjá Bank Nordik at seta 2 milliónir í felagið, tað sama gjørdu Framtak og Royndin. Pengarnir skuldu brúkast til at marknaðarføra og menna orkusparandi skipanina GreenSteam, sum Decision3 hevur ment. Andras Mortensen. Andras Mortensen (føddur í 1960 í Tórshavn) er føroyskur rithøvundur og starvast sum stjóri á stovninum Søvn Landsins. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Áðrenn hann gjørdist stjóri á Søvnum Landsins var hann landsantikvarur. Andras skrivaði Phd. ritgerð um føroyska bátin við heitinum "Hin føroyski báturin" í 2001. Bókin var ein av føroysku bókunum, sum kom við til bókamessuna í Frankfurt í Týsklandi í oktober 2011. Virðisløn M.A. Jacobsensen. Andras Mortensen fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 2002 í bólkinum "Yrkisbókmentir". Hann fekk virðislønina fyri bók sína "Hin føroyski róðrarbáturin". Ingrid Hestoy. Ingrid Hestoy (fødd 1949, uppvaksin á Tvøroyri) er føroyskur rithøvundur og útbúgvin blaðkvinna. Ingrid er systir Heina Hestoy, sum eisini er rithøvundur og Jon Hestoy, sum er formaður í Svimjisambandi Føroya. Ingrid og Heine hava givið bøkur út saman, í 1984 kom stuttsøgusavnið Piprandi Hjarta og árið eftir kom stuttsøgusavnið Bládýpið og Rím á rað. Í 1988 gav Ingrid út bókina Kama. Stuttsøgan "Stjala kærleik" er ein av søgunum í lesibókini Les 1. Søgan er úr stuttsøgusavninum "Bládýpið og aðrar søgur". Schandorff Vang. Schandorff Vang (føddur 17. apríl 1958) er føroyskur bogaskjútti og altjóða dómari innan somu ítróttargrein. Altjóða dómari í bogaskjóting. Schandorff Vang tók dómaraprógv í 1996, og síðan hevur hann dømt innan bogaskjóting til altjóða kappingar. Hann hevur eitt nú dømt til Olympisku Leikirnir í Bejing í 2008, EM, HM, World Cup og Para lympisku leikirnir. Hann hevur eisini dømt á OL 2012 í London. Luttøka og heiðursmerki á Oyggjaleikum. Schandorff hevur fleiri ferðir luttikið á Oygjaleikunum fyri Føroyar innan bogaskjóting. Á Oyggjaleikunum á Isle of Wight 2011 luttók hann í 5 kappingum. Hann vann gull í "Single FITA Compound Team" og silvur í "Compound Head to Head Team Knockout". Í 2007 luttók hann í seks greinum innan bogaskjóting á Oyggjaleikunum á Rodos. Hann vann tá gull í "Single FITA Compound Team" og í "Compound Head to Head Team Knockout" og silvur í "Single FITA Men's Compound". Løgtingsvalið 2011. Løgtingsval varð hildið í Føroyum hin 29. oktober 2011, sum var ein leygardag. Á vali vóru 30.713 út av 35.447 møguligum veljarum, og svarar hetta til eina valluttøku á 86,6 %. Hetta var ein greið lækking í mun til løgtingsvalið 2008, tá valluttøkan var 89,3 %. Bók um løgtingsvalið: "Valið og valdið". Tann 3. desember 2011 varð bók um løgtingsvalið nevnd "Valið og Valdið" givin út. Hetta var fyrstu ferð, at bók er útgivin um einstakt løgtingsval í Føroyum. Bókin er ritstjórnað av Høgna Reistrup og Stefani í Skorini, og er í bókini greiningar av løgtingsvalinum gjørdar av seytjan serfrøðingum og viðmerkingarum. Greinirnar í bókini um m.a. um búskap, fiskivinnu, sosialmál, mentan, valskipanina, valstríð á netinum, útjaðaran og um valúrslitið. Mentamálaráðharrar í Føroyum. Niðanfyri sæst listi yvir Landsstýrisfólk í mentamálum í Føroyum. Landsstýrismaðurin ella -kvinnan í mentamálum umsitur tey mál, sum hoyra undir Mentamálaráðið. Nøkur av málsøkjunum, sum hoyra undir Mentamálaráðið er t.d. føroyski Fólkaskúlin, útbúgvingar, gransking, fólkakirkjan. Mentamálaráðið umsitur eisini mentanarstovnarnar Føroya Landsskjalasavn, Føroya Landsbókasavn, Føroya Fornminnissavn og sjálvsognarstovnin Listasavn Føroya. Niðanfyri sæst yvirlit yvir mentamálaráðharrar í Føroyum síðan 1963. Sum tað sæst niðanfyri, hevur Mentamálaráðið ikki altíð verið nevnt við tí navninum, fyrr var vanligt at tað hevði eitt nógv longri navn. Síðan 2002 hevur ráðið itið Mentamálaráðið. Tá ið mentamálaráðharrin er kvinna verður hon antin nevnd "mentamálaráðharri" ella "landsstýriskvinnan í mentamálum". Tá tað er ein maður, ið er mentamálaráðharri verður hann antin nevndur "mentamálaráðharri" ella "landsstýrismaðurin í mentamálum" Mentamálaráðið. Mentamálaráðið er eitt av aðalráðunum í Føroyum. Ovasti politiski myndugleikin hjá Mentamálaráðnum er Mentamálaráðharrin. Stjórin í mentamálaráðnum verður nevndur aðalstjóri. Nøkur av málsøkjunum, sum hoyra undir Mentamálaráðið er t.d. føroyski Fólkaskúlin, útbúgvingar, gransking, fólkakirkjan. Mentamálaráðið umsitur eisini Søvn Landsins (fyrr: Føroya Landsskjalasavn, Føroya Landsbókasavn, Føroya Fornminnissavn) og sjálvsognarstovnin Listasavn Føroya. Sverri Sandberg Nielsen. a> í 2011, Sverri róði við Miðvingi í 2011. Hann er í svørtum jakka á myndini. Sverri róði kapp við 8-mannafarinum "Fríggjarin" í 2010. Myndin er tikin á Jóansøku 2010. Sverri Sandberg Nielsen (føddur 1993 í Tórshavn, uppvaksin í Miðvági) er ein føroyskur rógvari, ið vann silvur heiðursmerki á HM í rógving 2019 í einskullara. Hann hevur róð kapp í Føroyum, bæði vanligan kappróður og inniróður, men seinastu árini hevur hann róð kapp við danska landsliðnum. Hann hevur luttikið á EM og VM fyri Danmark og var minni enn eitt sekund frá at kvalifisera seg til OL í Rio 2016. Í 2019 eydnaðist honum at kvalifisera seg til OL í Tokyo 2020. Tríggjar ferðir hevur hann sett nýtt danskt met i inniróðri, tað hendi trý ár á rað: 2015, 2016 og 2017, allar tríggjar ferðir gjørdist hann eisini danskur meistari. Hann venur og rør við Danske Studenters Roklub og danska landsliðnum. Hann rør í einkultskullara. Lívsleið innan rógving. Sverri róði kapp við bátum hjá Miðvágs róðrarfelag, áðrenn hann flutti til Danmarkar at búgva. Hann róði við 8-mannafarinum Fríggjaranum í 2010 og við Miðvingi í 2011. Í februar 2011 luttók Sverri í óalmennari HM kapping í Boston. Hann vann kappingina í sínum bólki, og gjørdist harvið heimsmeistari í innandura rógving. Hann luttók í bólkinum U19 (dreingir 17-18 ár) og vann við tíðini 6:04.8. 26. februar 2011, vikuna eftir, at hann hevði vunnið heimsmeistaraheitið, vann hann eisini FM heitið í óalmennu FM kappingini í Føroyum, og tað gjørdi hann í bólkinum "Opin bólkur tungvekt hjá monnum". Tað var Havnar Róðrarfelag sum skipaði fyri óalmennu FM kappingini, tey nevna hana óalmenna, tí ongin skipað FM kapping í inniróðri er enn. Sverri vann FM kappingina við tíðini 6:07.7. Í 2012 varð hann úttikin til danska EM-landsliðið. Í januar 2013 megnaði Sverri undir eina venjing at rógva 2000 metrar í inniróðri undir 6 minuttir, hann setti tíðina 5:59.5 sum var skjótasta tíð, ið nakar føroyingur hevði róð til tá, men tíðin kundi ikki telja við sum føroyskt met, tí hon var ikki sett til eina kapping. Á sumri 2013 varð Sverri úttikin til danska U23 landsliðið, hann rør við DSR Danske Studenters Roklub. Í februar 2014 varð hann úttikin til danska senior landsliðið, har hann fyrst skuldi rógva kapp í tungvektsdupultskullara og skuldi til World Cup stevnu í Sidney 28. til 30. mars 2014. In.fo gjørdi tá samrøðu við Sverra, har hann segði, at mál hansara var at vinna OL-gull. Kringvarpið hevði eisini samrøðu við hann í september 2014, har hann segði, at málið var at vinna tær kappingar hann luttók í og at gerast heimsmeistari og kanska at vinna eitt ella tvey OL-heiðursmerki. Hann flutti niður í 2011, har hann gjørdi studentaskúlan lidnan. Felag hansara, Danske Studenters Roklub, fekk eyga á góðu evnini hjá Sverra og bjóðaði honum at gerast partur av teirra felag. Sverri hevði tá klárað seg væl í innanduraróðri í Føroyum og vann óalmenna heimsmeistaraheitið í inniróðri í Boston í USA. Hann býr í Bagsværd og venur hvønn dag rógvin á Fure-vatninum (Furesø) í Bagsværd 2-4 tímar um dagin, hvønn dag í vikuni. Hann byrjaði at lesa verkfrøði á DTU í 2014. Sverri segði við Kringvarpið, at single-scullarin er hansara favorittbátur, sum eftir hansara tykki er tann størsti og mest prestigufylti báturin at vinna í. Tað var hansara ynski frá tí at hann flutti niður, at sleppa at rógva í singlescullaranum. Sverri segði eisini, at venjari hansara metti, at hann egnaði seg best til singlescullarin, tí hann megnaði betri at rógva sjálvur enn saman við øðrum. Sverri segði, at hann dugdi betri at síggja sínar egnu feilir, tá ið hann róði einsamallur og menti seg meira við at rógva einsamallur, tað passaði betri til hansara mentalitet og styrkir. Í innslagnum hjá Kringvarpinum var eisini ein stutt samrøða við hjálparvenjaran á danska rógvilandsliðnum, Jesper Guldborg, sum gav Sverra góð ráð. Guldborg metti, at Sverri nokk skuldi røkka teimum málum, ið hann hevði sett sær. Hann segði eisini, at størsta styrkin hjá Sverra var, at hann var so sterkur. Guldborg metti, at Sverri hevði nakrar tekniskar avbjóðingar, ið hann skuldi arbeiða við, men at Sverri lurtaði væl eftir tí ið venjarin segði við hann og at hann var konstruktivur og góður at samstarva við. Guldborg segði at hann var als ikki í iva um, at Sverri nokk skuldi náa heilt upp á toppin, og at um hann bleiv við at menna seg soleiðis sum hann gjørdi nú (sep. 2014), bæði mentalt, tekniskt og fysiskt, so var hann als i í iva um, at Sverri nokk skuldi røkka sínum máli. Guldborg metti, at Sverri longu í 2015 fer at klára seg sera sera væl og ikki minst í 2016. Sverri segði, at um so var at tað gjørdist ov krevjandi at vera fulltíðarlesandi og rógva á so høgum støði sum hann gjørdi, so valdi hann heldur rógvingina fram um, tí tað er nú, meðan hann er ungur, at hann má taka av og rógva, so kundi útbúgvingin heldur bíða, tí rógvingin kundi ikki bíða til einaferð var liðugur at útbúgva seg. Eingin OL-kvalifikatión í 2016. Sverri Nielsen luttók í singleskullara á tí seinastu OL-úttøkustevnuni í rógving, ið varð hildin í Lucerne, Sveis í døgunum frá 22. til 24. mai 2016. Hann vann innleiðandi riðilin og hálvfinaluna, men gjørdist nummar fýra í finaluni, og rakk harvið ikki einum OL-plássi, við tað pláss bert var til tríggir teir fremstu bátarnir til Olympisku leikirnir í Rio í 2016. Reglarnir til OL-luttøku siga, at eitt land bert kann hava ein av tveimum bátasløgum, ið er singelskullarin, ið Sverri rør í og lættvektsdupultskullarin, ið Mads Rasmussen og Rasmus Quist rógva í. Teir báðir megnaðu heldur ikki at kvalifisera seg, við tað at teir gjørdist nummar trý og pláss var bara fyri tveimum bátum. Men eftirsum Belgia vann báðar hesar kappingar, og OL-reglurnar siga, at eitt land ikki má hava báðar bátastøddirnar við til OL, og noyddist Belgia at vejla annan av teirra bátum frá, og harvið fekk Sverri enn ein møguleika fyri at sleppa við til OL, um so var at Belgia valdi at senda dupultskullaran avstað til OL. Men Belgia valdi at senda teirra einkultskullara, og sleppur Sverri ikki við til OL 2016. Hinvegin sleppa Rasmussen og Quist til OL 2016 i Rio. HM í rógving 2017. Sverri Nielsen luttekur á HM í rógving 2017 í Florida. Hann kom víðari frá 4. innleiðandi riðlinum hin 24. september sum nummar 1, hann róði í tíðini 07:04.480. Hin 27. september róði hann seg víðari úr kvartfinalunum við triðbestu tíð í hansara riðli, hann róði í tíðini 06:48.230. Hálvfinalurnar vórðu 29. september 2017, har gjørdist Sverri nummar fýra av seks rógvarum við tíðini 06:53.420 og varð tí akkurát ov stuttur til at koma víðari til A-finaluna. Í staðin kom hann víðari í B-finaluna. World Rowing Cup III - 2017 í Sveis. Tað eydnaðist Sverra at koma í A-finaluna, har hann endaði á fimtaplássi. EM í inniróðri 2017 - Evropameistari og nýtt danskt met. Sverri luttók á EM í inniróðri í Paris hin 4. februar 2017 saman við fleiri føroyskum og donskum rógvarum. Teir donsku rógvararnir vunnu fira heiðursmerki, her er Sverri taldur við sum dani, hóast føroyingur, men tí hann rør við danska landsliðnum, av hesum heiðursmerkjunum vóru tvær gull. Sverri setti nýtt danskt met. Føroysku rógvararnir vunnu 9 heiðursmerki. DM í inniróðri 2017 - Nýtt danskt met. Eins og í 2015 og 2016, setti Sverri aftur nýtt danskt met, tá ið hann luttók í DM í ergometur-rógving í 2000 metrum síðst í januar 2017. Hann vann danmarksmeistaraskapin við tíðini 5:49.20. EM í rógving 2016. Sverri luttók á EM í rógving í mai 2016. DM í inniróðri 2016 - Nýtt danskt met. Eins og í 2015, megnaði Sverri S. Nielsen at seta nýtt danskt met í innandurakappróðri á 2000 metra teininum, tá ið hann luttók á DM í inniróðri síðst í januar 2016. Hann vann danmarksmeistaraheitið við tíðini 5:51.6. HM í rógving U-23 2015 í Bulgaria. Síðst í juli 2015 luttók Sverri á HM í rógving U-23 í Bulgaria, hann luttók í einkultskullara hjá monnum undir 23 ár. Hin 26. juli 2015 róði hann í A-finaluni, hann lá á odda í fyrstuni, men endaði síðan á fjórðaplássi við tíðini 06:56.39. Hann er sostatt fjórðbesti rógvarin í heiminum í aldursbólkinum U23 í singulskullara. DM í inniróðri 2015 - Nýtt danskt met. Sverri Nielsen setti nýtt danskt met, tá ið hann luttók í DM í ergometer-rógving (inniróður) í Gladsaxe Sportshal hin 1. februar 2015 og gjørdist danmarkarmeistari. Tíðin hjá honum var 5:53.2, og harvið tók hann metið, ið ítróttarstjórin Lars Christensens setti í 1996 við tíðini 5:55:5. HM í rógving 2014 í Amsterdam. Sverri varð úttikin til danska seniorlandsliðið, sum skuldi luttaka á HM í rógving í Amsterdam. Hann róði í singlescullara, teinurin er á 2000 metrar. Hann gjørdist nummar fimm í kvartfinaluni við tíðini 7:24.39 og gjørdist ov stuttur til semifinalurnar. Hann slapp tó í C-finalurnar at kappast um plássini frá nummar 13 til 18. Hann gjørdist nummar eitt í sínum bólki í semifinaluni við tíðini 07:11.410. 17 á HM í rógving, sum var í Amsterdam í Hollandi 24. til 31. august 2014. World Cup stevnan 2014 í Sidney í dupultskullara. Hin 30. mars 2014 luttók Sverri á World Cup stevnu í Sidney í dupultskullara. Teir gjørdust nummar seks. Inniróður 2013. Í oktober 2013 róði Sverri 2000 metrar í inniróðri skjótari enn 16 ára gamla danska metið, ið var sett av Lars Christensen, DRC ítróttarstjóra. Sverri róði við tíðini 5.53.4, metið hjá Lars Christensen var tá 5.55.6. Tíðin hjá Sverra varð tó ikki skrásett sum met, tí hon var ikki sett við almenneri kapping men undir venjing. Vunnu HM 2013 B finaluna í dupult sculler U23 menn. Sverri Sandberg Nielsen og Tøger Berg Rasmussen komu ikki í A-finaluna, men teir komu í B-finaluna og vunnu hana. Teir eru sostatt nummar sjey í heiminum hjá U23 í 2013. Royndarregatta í Bagsværd oktober 2012. Sverri gjørdist nummar tvey í kappingini hjá monnum, tungvekt í einkultsculler. Torstein Brattaberg. Torstein Paulason Brattaberg (føddur í 1996) úr Vestmanna er føroyskur rógvari, sum hevur vunnið bæði FM, DM og Norðurlanda meistaraheitið í inniróðri. Torstein rør eisini vanligan føroyskan kappróður, í 2011 róði hann við Havfrúnni hjá VÍF Kappróðri og tað ger hann eisini í 2012. Venjari hansara í inniróðri er Kári Djurhuus Brattaberg úr Vági. Torstein er sonur Barbaru Brattaberg úr Vági og politikaran Paula Trond Petersen. Torstein lærir á skipasmiðjuni MEST í Havn. Hann er eisini hondbóltsmálverji. Danmarksmeistaraskapur í inniróðri. Torstein hevur luttikið í Åbne Danske Mesterskaber og Fit for Rowing í 2011 og 2012. Bæði árini gjørdist hann danmarksmeistari í sínum árgangi. DM 2012. Torstein Brattaberg luttók í DM í inniróðri 27. januar 2012, kappingin nevnist Åbne Danske Mesterskaber & Fit For Rowing 2012. Hann luttók í tveimum kappingum, í 2000 m og í sprint (200 m) fyri dreingir føddir 1996. Torstein vann gull í báðum kappingunum. DM 2011. Í 2011 gjørdist hann danmarksmeistari í unglinga bólkinum í innandura rógving (Åbne Danske Mesterskaber & Fit For Rowing 2011) í 2000 metra teininum. Hann vann við tíðini 6:53.5, nummar 2 hevði tíðina 7.11.7. Torstein luttók fyri VÍF Kappróður, hann luttók eisini í 200 m sprint, hann bleiv nummar 3 við tíðini 33.48, nummar 1 hevði tíðina 31.12. Umframt Torstein vunnu eisini tveir aðrir føroyingar gull til DM 2011, tey vóru Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvágs Róðrarfelag, sum vann við tíðini 6:13.8 á sama teini hjá 18 ára gomlum og Anna Mary Davidsen úr Havnar Róðrarfelag, sum vann gull á 2000 metra teininum hjá kvinnum 19-22 ár. Tíðin hjá henni var 6:58.9 minuttir. DM-kappingin var í Gladsaxe Sportshal. FM 2014. Tórstein luttók í bólkinum dreingir 18 ár. FM 2012. Tórstein luttók í FM í inniróðri 2012. Hann gjørdist eins og í 2011 føroyameistari í 2000 m í aldursbólkinum Dreingir 15 til 16 ár. Hondbóltur. Torstein og aðrir vunnu FM í hondbólti hjá dreingjum 16 ár í 2012. North Rona. a> til støddar og hægsta punktið (Tobha Rònaigh) er 108 m. høgt. a>, sum er 84 ha. Onki fólk býr á Rona, men fólk hava búð har. Rona (Skotskt gæliskt "Rònaigh" [rˠɔːnaji]) er ein fjarskotin oyggj í Ytru Hebridunum. Oyggin verður ofta nevnd North Rona fyri ikki at blanda hana saman við South Rona, sum er ein oyggj í Innaru Hebridunum. Rona er tann útlendska oyggin ið liggur nærmast Føroyum, 260 km higani. Rona er ein oyggj, sum er 109 ha (1,09 km2). Rona er nakað størri enn Lítla Dímun, sum er 84 ha (0,84 km2). Í dag býr einki fólk á Rona, men fólk hevur fyrr búð har. Stutt eftir 1685 doyðu seinastu fastbúgvandi 30 fólkini, tí at svarta rottan bar sótt við sær út í oynna. Roynt varð aftur, at seta búgv, men tey seinastu fluttu av aftur oynni umleið 1695, eftir tað hevur bert seyður liva á oynni. Onki fólk hevur búð fast á oynni síðan 1695, tá oyggin avtoftaðist vegna eina bátsvanlukku. Oyggin Rona verður nevnd í 17. ørindi í kvæðinum "Norska Løva". Á oynni finst enn keltiska toftin eftir St Ronan's Chapel. Juliana Knust. Juliana Knust Sampaio (fødd 29. mai 1981 í Niterói) er sjónleikari úr Brasil. Fernanda Montenegro. Arlette Pinheiro Esteves Torres (fødd 16. oktober 1929 í Rio de Janeiro) er teatur-, sjónvarps- og filmssjónleikari úr Brasil, sum er best kend fyri sín høvuðsleiklut í Central Station, sum førdi til at hon varð tilnevnd eina Oscar-heiðursløn, og harvið gjørdist tann fyrsta brasilska sjónleikarinnan, ið fekk henda heiður. Giovanna Antonelli. Giovanna Antonelli (fødd 18. mars 1976 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Antonelli fekk sín fyrsta stóra leiklut í sjónvarpsrøðini "Malhação" (soap opera). Hon spældi Isa Pasqualete frá 1995 til 2000. Í 2000 spældi hon Sharon í filminum "Bossa Nova". Eftir sín film debut, fekk hon leiklutin sum Capitu í "Laços de Família", sum er ein "telenovela" frá 2000. Eftir tann leiklutin hevur Giovanna eitt nú spælt Mariu Magdalenu í sjónleikinum "Jesus Christ Superstar". Gina Holden. Gina Holden (fødd 17. mars 1975 í Smithers) er sjónleikari úr Kanada. Hon er eitt nú kend fyri at spæla leiklutin sum Coreen Fennel í sjónvarpsrøðini "Blood Ties", fyri hennara leiklut sum Dale Arden í sjónvarpsrøðini "Flash Gordon" frá 2007, og fyri at spæla leiklutin sum Shea Allen í "Harper's Island". Nicholas D'Agosto. Nicholas D'Agosto (føddur 17. apríl 1980 í Omaha) er sjónleikari úr USA. Hann er eitt nú kendur fyri at spæla høvuðsleiklutin í filminum "Final Destination 5" og fyri sín afturvendandi leiklut í Heroes. Í 2013 byrjaði hann at spæla við í Showtime røðini Masters of Sex. Luana Piovani. Luana Elídia Afonso Piovani (fødd 29. august 1976 í São Paulo) er sjónleikari úr Brasil. Hon hevur spælt í filmum og sjónvarpsrøðum og á palli. Ellen Rocche. Ellen Rocche (fødd 19. juli 1979 í São Paulo) er sjónleikari og modell úr Brasil. Hon byrjaði sína karrieru í sunnudags sjónvarpssendingini "Qual é a música?" ("Hvør er tónleikurin?") við Silvio Santos á brasilsku sjónvarpsrásini SBT. Hon spældi tað brasilsku versjónina av Lara Croft karakterinum, sum eitt søluátak fyri spælið "Tomb Raider III" í Brasil. Aðalráð í Føroyum. Aðalráðini í Føroyum eru tey ráð, har politiski myndugleikin hevur sína umsiting. Talið av ráðum kann broytast alt eftir politiska viljanum. Onkuntíð verða tvey ella fleiri ráð løgd saman og onkuntíð verður eitt ráð býtt sundur í tvey, sum t.d. tá Almanna- og Heilsuráðið bleiv býtt sundur í tvey nýggj ráð Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið, og onkuntíð verða heilt nýggj ráð sett á stovn. Hetta hendir serliga, tá val júst hevur verið og samráðingar hava verið um býti av landsstýrissessum. Hvørt ráð hevur ein aðalstjóra og ein landsstýrismann ella kvinnu. Landsstýrisfólki er ovasti myndugleiki í ráðnum, síðan kemur aðalstjórin og so koma deildarleiðarar. Annita á Fríðriksmørk. Annita á Fríðriksmørk (fødd 27. juli 1968) av Strondum er føroyskur politikari, útbúgvin lærari í 1992. Hon varð fyrstu ferð vald inn á Føroya Løgting í 1998 fyri Tjóðveldi. Hon varð Mentamálaráðharri í landsstýrinum hjá Anfinni Kallsberg frá 17. september til 5. desember 2003. Í 2008 var hon eitt stutt skifti fólkatingslimur, tá hon avloysti Høgna Hoydal frá 9. september til 24. oktober. Løgtingslimur. Annita var løgtingslimur frá 1998 til 2011, tó hevur hon havt farloyvi frá løgtinginum nakrar ferðir, eitt nú meðan hon var landsstýriskinna í mentamálum í 2003. Hon var næstvald á løgtingsvalinum í 2008 við 616 atkvøðum. Á løgtingsvalinum í 2011 varð hon ikki afturvald, men hevur tó verið avloysari okkurt tíðarskeið eftir valið í 2011. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon aftur vald í Løgtingið. Løgtingslimir í Føroyum 2011–2015. Løgtingslimir í Føroyum 2011 - 2015. Tey vóru vald á Føroya Løgting á løgtingsvalinum hin 29. oktober 2011. Talið á løgtingslimum var tá 33 og Føroyar var eins og við undanfarna var eitt valdømi. Tá tað stendur sýsla í talvuni niðanfyri, merkir tað tí ikki, at tey vóru umboðsvald fyri ta sýsluna, men at tað er har ið tey búgva ella at tey vóru uppstillaði av valfelag í tí økinum. Mýrihoylús. Mýrihoylús (latín "Myosotis scorpioides") er ein upprunaføroysk Forgloymmegei planta. Akurhoylús. Akurhoylús (latín "Myosotis arvensis") er ein upprunaføroysk Forgloymmegei planta. Hergeir Nielsen. Niels Jákup Hergeir Nielsen (føddur 27. august 1949 í Vági) er føroyskur lærari og politikari. Hann varð valdur inn á Føroya Løgting fleiri ferðir, seinast til Løgtingsvalið 19. januar 2008. Hann hevur sitið sum løgtingsformaður tríggjar ferðir, seinastu ferð var valskeiði 2008-2011. Hergeir var landsstýrismaður 1978-80. Hann var blaðstjóri á "14. September" frá 1992 til 1994. Hergeir stillaði ikki upp aftur til løgtingsvalið í oktober 2011, eftir at hava verið virkin í politikki í 33 ár. Løgtingsformaður. Niðanfyri sæst yvirlit yvir tær ferðirnar, tá Hergeir Nielsen hevur verið formaður, 1. næstformaður og 3. næstformaður á Føroya Løgtingi. Fólkatingsval í Føroyum. Tá fólkatingsval er í Danmark, so er tað eisini fólkatingsval í Føroyum og Grønlandi. Føroyingar og grønlendingar velja hvør síni tvey umboð til danska Fólkatingið. Tað eru teir báðir flokkarnir, sum klára at fáa flestar atkvøður, sum vinna fólkatingslimirnir, síðan koma tær persónligu atkvøðurnar, tað valevni sum fær flest atkvøður í teimum báðum flokkunum, sum vinna valið, eru vald á Fólkating. Á fólkatingsvalinum 15. september 2011 var Edmund Joensen valdur fyri Sambandsflokkin og Sjúrður Skaale varð valdur fyri Javnaðarflokkin. Sjúrður varð annars upprunaliga valdur inn á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi, men í 2011 tók hann seg úr Tjóðveldi og eftir at hava verið leysgangari í nakrar mánaðir, meldaði hann seg so inn í Javnaðarflokkin og stillaði upp til fólkatingsvalið. Edmund varð valdur við 1578 atkvøðum og Sjúrður varð valdur við 1539 atkvøðum. Í 2007 vóru tað Tjóðveldi við 5848 atkvøðum og Sambandsflokkurin við 4513 atkvøðum, sum vunnu valið. Valevnini hjá hesum báðum flokkum sum fingu flestar atkvøður og harvið vunnu fólkatingssess vóru Høgni Hoydal fyri Tjóðveldi við 2557 atkvøðum og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum við 931 atkvøðum. Fólkatingsvalið 2011. Fólkatingsvalið 2011 var hildið hósdagin 15. september 2011, nærum 4 ár eftir fólkatingsvalið, ið varð hildið 13. november 2007. Í alt skuldu 179 fólkatingslimir veljast, av teimum vórðu 175 valdir í Danmark, tvey umboð úr Føroyum og tvey umboð úr Grønlandi. Joan Bláfoss. Joan Bláfoss (fødd 11. september 1980) er føroyskur rennari og triatlon íðkari. Joan byrjaði at íðka triatlon í 2002. Í 2008 vann hon heimsmeistara kapping í ½ Ironman í Lissabon. Joan lesur til lækna á Københavns Universitet. Joan helt eina pausu frá kappingum í 2009 og 2010 orsakað av skaða, men í 2011, er hon aftur farin í holt við at íðka, men nú íðkar hon mest renning, hon rennur maraton. Hon luttók í martaton kapping í Týsklandi og setti nýtt føroyskt met. Hon gjørdist fyrsta føroyska kvinna, sum rann teinin undir 20 minuttir. Hon rann við tíðini 2:50.09. Hon gjørdist nummar 34 í kappingini og er styrkismett sum nummar 4 í Danmark. Landslæknin. Landslæknin er ein danskur stovnur í Havn. Verandi landslækni er Høgni Debes Joensen, sum hevur verið landslækni síðan desember 1979. Áðrenn tað var pápi Høgna landslækni, tað var Hanus Debes Joensen, sum var landslækni í 30 ár frá 1949 til 1979. Áðrenn tað varð stovnurin og embætisheitið nevnt "Amtslæknin". Landslæknin hoyrir undir Indenrigs- og Sundhedsministeriet, fakliga hoyrir Landslæknin undir danska Heilsustýrið (Sundhedsstyrelsen). Landslæknin er ein embætislæknastovnur. Landslæknin førir eftirlit við autoriseraðum heilsustarvsfólkum í Føroyum. Landslæknin virkar eisini sum ráðgevi hjá føroyskum og donskum myndugleikum um heilsu viðurskifti í Føroyum. Tá deyðsvanlukkur henda í Føroyum, er tað landslæknin, sum hjálpir løgregluni við at gera rættarliga líkskoðan, fyri at staðfesta deyðsorsøkina. Landslæknin førir ymisk heilsuhagtøl, sum verða almannkunngjørd í árligu ársfrágreiðingini. Heilsulýsing Landslæknans - Sundhedsberetning for Færøerne. Einaferð um árið, oftast um heystið, gevur Landslæknin út eina ársfrágreiðing, eina heilsulýsing, sum lýsir heilsustøðuna hjá føroyingum og føroyska heilsuverkið. Heilsulýsingin var tey fyrstu mongu árini skrivað á donskum og bar heitið "Sundhedsberetning for Færøerne" (fyrr: "Medicinalberetning for Færøerne"), men í 2011 kom heilsulýsingin út á føroyskum. Í ársfrágreiðingini eru heilsuhagtøl av ymiskum slag, t.d. um deyðsorsøkir hjá føroyingum, um smittandi sjúkur í Føroyum, burðarhagtøl, hagtøl um deyðsvanlukkur, um talið á fosturtøkum í Føroyum og mangt annað. Landslæknahúsið. Stovnurin heldur til í Landslæknahúsinum á Sigmundargøtu í Havn. Fyrr var bygningurin eisini embætisbústaður hjá landslæknanum og húskið hansara, men nú eru aðrir føroyskir stovnar eisini har og húsið verður ikki brúkt til bústað longur. Ein føroyskur stovnur sum heldur til í húsinum er Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu við Pál Weihe, lækna og granskara og fleiri øðrum skrivstovufólkum og granskarum. Fólkaheilsuráðið. Fólkaheilsuráðið er eitt ráð í Føroyum, sum hevur til endamál, at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. At stimbra gransking og royndum á fyribyrgingarøkinum og at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í fólkaheilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd. Ráðið hevur skrivstovu á J.C. Svabosgøta 43 í Havn. Moshchena. Moshchena (ukrainskt: "Мощена") er ein bygd í Ukraina. Moshchena hevur 581 íbúgvar (2010) og varð stovnað í ár 1543. Paltoga. Paltoga er ein bygd í Russlandi. Paltoga hevur 295 íbúgvar (2002) og varð stovnað í ár 2001 sum eitt úrslit av samanlegging av fleiri smábygdum, ið lógu tætt við hvørja aðra. Saratov. Saratov (russiskt: Саратов) er ein býur í Russlandi. Havnabýurin liggur við Volga-ánna, einar 720 kilometrar í ein landsynning frá Moskva. Býurin er høvuðssæti í Saratov Oblast. Søga. Saratov varð grundlagdur í 1590 sum hernaðarstøð hjá táverandi tsarinum, Fjodor I av Russlandi. Sum tíðin gekk, gjørdist Saratov ein týðandi handilsmiðstøð millum Russland og eysturlondini. Samara. Samara (russiskt: Сама́ра) er ein býur í Russlandi. Býurin er fyrisitingarligur høvuðsstaður í Samara Oblast. Býurin liggur í landssynnings horni Russlands í tí partinum, sum hoyrir til Europa. Samara liggur við staðið har tvær stórar áir møtast, Volga áin og Samara áin. Í 2010 var fólkatalið í býnum 1.164.896. Søga. Í einari ferðafrásøgn, sum Ibn Fadlan skrivaði um 921, verður greitt frá einari niðurseting á staðnum, har áirnar Volga og Samara møtast. Hóast tað, so verður almenna stovnsetingin av býnum Saratov ikki tíðarfest fyrr enn í 1586, tá Grigorij O. Zasekin guvernørur, eftir boðum frá russiska tsarinum Fjodori I, læt byggja eitt skansaverk har á staðnum. Thessaloniki. Thessalonki (grikskt: Θεσσαλονίκη) er næststørsti býur í Grikkalandi og høvuðsstaður í landslutinum Mið Makedónia. Býurin er ein havnabýur. Thessaloniki kommuna hevur 322.240 íbúgvar, meðan stórbýurin Thessaloniki við forstøðum og upplandi hevur 790.824 íbúgvar. Býurin við forstøðum er størsti býur á Balkan hálvoynni. Tað eru tveir lærdir háskúlar í Thessaloniki. Annar av teimum Aristoteles Universitetið er tað størsta universitetið í Grikkalandi og á Balkan, har ganga umleið 95.000 lesandi. Søga. Býurin varð grundlagdur í 315 á.Kr. av Kassandros av Makedonia. Søvn Landsins. Søvn Landsins varð sett á stovn 1. januar 2011. Søvn Landsins er ein yvirskipað fyrisiting av søvnunum undir Mentamálaráðnum: Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðina. Listasavn Føroya er eisini partur av tilgongdini. Listasavnið er sjálvsognarstovnur, og kann tí ikki beinleiðis leggjast undir eitt av aðalráðunum. Andras Mortensen er stjóri á Søvnum Landsins. Virkisøkið. Virkisøkið hjá Søvnum Landsins er náttúru- og mentanarsavnsvirksemi, skjalasavnsvirksemi og bókasavnsvirksemi. Søvn Landsins fevna um granskingarstovnarnar Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðina. Harafturat eru eisini Føroya Landsbókasavn og Føroya Landsskjalasavn partur av Søvnum Landsins. Føroya Fornminnissavn. Kirkjubøstólarnir úr Kirkjubø eru eisini at finna á Føroya Fornminnissavni. Føroya Fornminnissavn er fornminnissavn, sum sýnir fram í Brekkutúni 6 í Tórshavn og Heima á Garði í Hoyvík. Savnið í Hoyvík er útisavn, har ein kann vitja ein gamlan føroyskan bóndagarð við sethúsum, úthúsum, amboðum og mongum øðrum, ið hoyrdi til gerandislívið í Føroyum fyrr. Sethúsini á Hoyvíksgarði verða søgd at vera frá o.u. 1812, men eru í dag innrættað sum tey vóru o.u. 1920. Fornminnissavnið skrásetir, kannar og hevur eftirlit við jarðføstum fornminnum. Stovnurin fyrireikar og stendur fyri, tá ið toftir og forn búpláss og søgulig lendi verða grivin út. Stovnurin er eisini fakligur myndugleiki í sambandi við fornlutir í havinum. Stovnurin savnar, skrásetir og sýnir fram fram fornlutir og lutir úr nýggjari tíð, sum lýsa livihátt, starvslíkindi og mentan føroyinga til ymsar tíðir ella eru knýttir til søguligar hendingar. Í 2011 var stovnurin Søvn Landsins settur á stovn. Fornminnissavnið gjørdist ein av stovnunum undir Søvnum Landsins. Føroyskar bókmentir. Ofta siga vit at føroyskar bókmentir eru "ungar" sum bókligar mentir. "Udstrækker vi begrebet moderne litteratur til at omfatte det 20. århundrede, er al skreven færøsk litteratur moderne litteratur" skrivar Jógvan Isaksen í bókini "Færøsk litteratur" (1993), men hendan staðfesting skal tó helst ikki skiljast sum annað enn ein eggjan til lesaran og hon er beinleiðis skeiv og byggir á interalismu, tvs. at vit eru von við at skriva um okkara mentan, søgu og bókmentasøgu út frá tjóðini sjálvari, mótvegis at síggja hesa skapan sum komna uttanifrá. Føroyskar bókmentir vóru ikki skaptar í 1888 í samband við Jólafundin, ella í 1876 á Regensen, men komu spakuliga fram í 1820unum og 1830unum. Her er tað avgerðandi at skilja hvussu skaldskapur varð brúktur og ikki minst hvussu hesin varð lyftur úr kontekstinum. At tað ikki var fyrr enn ein altjóða filologisk intelligensia viðurkendi tær, sóu tær og útgav tær at tær vóru endaliga lyftar úr teirra konteksti og seinni komu føroysk lærd og tjóðskaparfólk at brúka tær í føroysku tjóðarbyggingini. Hetta er ein nýggj søguskriving og ein onnur historiografisku siðvenjuna, ið kemur frá 2012 frá kanningum hjá Kim Simonsen, har hann fyllir út sum alt for nógv ikki hava duga at sett saman. Soleiðis at taka bókmentir í ávara sum ein umráðandi partur av tí at tjóðin kom fram. Tvey – at neyðugt er at læra at nakað so ‘ósekt’ ella tilvildarligt sum innsavnan av kvæðum, fornminnum, áhugin hjá lærdum um heimin fyri føroyskum tjóðminnum kom at vera brúkt sum ein partur av einari politiskari instrumentalisering av einari tjóðskaparligari sjálvsmynd. Í 1820unum og 1830unum, vóru teir mest umráðandi mentarnationalistarnir Danskir og aðrir Norðurlendingar og eisini førandi evropeiskir mentanarnationalistar sóu Føroyar og føroyskar bókmentir og mál. Við at gera eina umfatandi kortlegging, tulking hevur Kim Simonsen sett fram eina frágreiðing um hvussu føroyskar bókmentir byrjaðu. Næst, eitt týðuligt úrslit her er at føroyskar bókmentir vóru ikki skaptar av føroyskum høvundum, men av einari filologiskari kollvelting sum kom at skapa eina gulløld fyri hesi heimskendu netverk av lærdum filologum, innsavnarum, søgufrøðingum og høvundum. Soleiðis er Jólafundurin ein pallseting sum hendi tá alt var til staðar – vit kunnu kalla Jólafundin eina performance og ein minnisstað, ið hevði til endamáls at fáa 'nationala' spurningin ‘heim’ og seinni at gera teir, ið vóru við til ein part av einari nýggjum Føroyskum Pantheon. Sum tað triða, er tað sum Ann-marie Thiesse hevur kallað “samleika-hjálp’ (identity-assistance). Hesin varð givin til smáar tjóðir sum vóru við at koma fram, sum t.d. tá ensk, fronsk, týsk og russisk lærd hjálptu framkomandi tjóðum aftaná at Ottomanska Emperii datt saman (Finnland og Ísland – Altjóða mentanarnationalistar vóru serliga áhugaðir í at skapa nýggj national epos fyri hvørja tjóð, t.d. gav Kalevala Kvæði finnum eina søgu, bæði Noreg og Ísland hækkaðu í metum og funnu sær sess innan heimsbókmentaliga pallin gjøgnum sagair, men føroyingar høvdu eisini okkurt sum hevði eina stóra sosiologisk megi, nemliga kvæðini. Hesir lærdu kring heimin beinleiðis stuðlaðu, eggjaðu og arbeiddu lið um lið við tey ungu intellektuellu í hesum tjóðum um at fáa hesi ungu lond á føtur. Á sama hátt komu Svend og faðir hansara N.F.S. Grundtvig, C.C. Rafn, Rasmus Rask, Jón Sigurðsson og óteljandi onnur í netverkinum sum arbeiddi við føroyskum bókmentum at geva Schrøteri, Hammershaimb og øðrum eina slíka samleika-hjálp – hugsið bara um bókasavnið sum teir stovnaðu í 1827, bókagávurnar í 1820unum og 1830unum. Føroyingar høvdu brúk fyri hesi samleika-hjálp, men í øllum hesum londum er umráðandi at fjala hesa hjálpina, bæði tí at tað er ein grundlaggjandi partur av allari nationalismu, at leggja dent á sjálv-definitón. Sum tað fjórða, føroyskur bókmentir vóru viðurkendar sum ein partur av tí sum kallað 'lærda bókmentaliga republikkin'. Fyrsta (føroyska) skaldsøgan sum varð skrivað á føroyskum, var Bábelstornið hjá Regin í Líð, skalsøgan kom út í 1909. Tey komani 100 árini eftir fyrstu føroysku skaldsøguna komu gott 100 skaldsøgur til vaksin út, sum upprunaliga vóru skrivaðar á føroyskum. Í 1870-árunum kyknar ein sangmentan millum føroyskar studentar í Keypmannahavn. Hini fyrstu royndini stóð einstøðingurin Alexander Weyhe (1825–1870) fyri við yrkingini (1850). Yrkingin var bæði ávirkað av klassisismuni og romantikkinum og var ein hálovan av landi, fólki, máli og norrønari fortíð, men Alexander lovprísar um somu tíð einaræði, upplýsingarrørslu og klassisismu. Framfýsnir studentar fóru við íblástri frá romantikkinum og hugsan hennara um eitt fólk, eitt mál og ein stat at yrkja til veitslur í Føroyingafelag. Felagið var stovnað í 1881 við tí endamáli at virka til framburð fyri føroyskum máli og føroyskari mentan. Føroyingafelag fekk stóran týdning fyri tjóðskaparrørsluna, mál og mentan, bæði fyri føroyingar í Keypmannahavn og í Føroyum. Árni Dahl gav í 1980, 1981 og 1983 út røðina "Bókmentasøga 1", "Bókmentasøga 2" og "Bókmentasøga 3", ið skuldi nøkta fyribils tørvin á eini fullførdari føroyskari bókmentasøgu, men enn er tann bókin ikki komin. Yvirlitið í neðra er stórt sæð skipað eftir bókarøðini hjá Árna Dahl. Guðrun Gaard. Guðrun Gaard (fyrr Rasmussen, (fødd 3. august 1947) er føroyskur rithøvundur. Hon skrivaði sína Ph-D. ritgerð í 2005, "Far fram á torg", um skaldið Regin Dahl og fekk Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 2006 fyri hetta verkið. Í 1983 fekk hon Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs. Rita Hayworth. Rita Hayworth (doypt "Margarita Carmen Cansino"; * 17. oktober 1918 í New York City – † 14. mai 1987 í New York City) var ein amerikonsk sjónleikarinna. Hon var tilnevnd 19. plássi millum amerikanskar sjónleikarinnur á einum topp 50 lista, sum American Film Institute hevur gjørt. Absalon Absalonsen. Absalon Absalonsen (føddur 20. juli í 1939 í Vági) er føroyskur rithøvundur og listamálari. Hann er útbúgvin skipari (1961) og hevur siglt nógv sum yvirmaður, mest sum skipari. Hann gavst við at sigla í 1996. Absalon er sonur Marius Absalonsen, sum var ættaður av Viðareiði, og Fridu, fødd Mikkelsen úr Vági. Absalon og kona hansara Elsa fluttu úr Vági til Havnar at búgva í 1996. Absalon hevur málað nógv, serliga síðan hann gavst at sigla. Hann hevur havt fleiri listaframsýningar ymsastaðni í Føroyum. Deborah Secco. Deborah Fialho Secco (fødd 26. november 1979 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Hon spældi fyri fyrstu ferð í einari sjónvarpslýsing sum 8 ára gomul, og sum 10 ára gomul framførdi hon í sínum fyrsta sjónvarpshow Brincando de Era uma Vez. Ellivu ára gomul spældi hon fyri fyrstu ferð í einari sápuopera, Mico Preto hjá Rede Globo. Í 1999 spældi hon í telenovela-røðini "Suave Veneno", sum 'WAG' Marina. Í august sama ár var hon fyri fyrstu ferð model fyri brasilsku útgávuna av tíðarritinum Playboy. Síðan hevur hon spælt við í fleiri filmum og sjónvarpsrøðum. Hon var gift við brasilska leikstjóranum, Rogério Gomes frá 1997 til 2001 og við brasilska fótbólktleikaranum Roger Galera Flores frá 2009 til 2013. Cam Ranh Floghavn. Cam Ranh Floghavn (vjetnamesiskt: "Sân bay Cam Ranh") er ein flogvøllur í Cam Ranh, Khanh Hoa, Vjetnam. Flogvøllurin er 3.048 metrar langur og yvirflatan er av betong. James Olsen. James Olsen er føroyskur tónleikari. Evi Tausen. Evi Tommysdóttir Djurhuus (fødd Tausen, sum eisini er kunstnaranavnið) (fødd í juni 1981) er føroysk sangarinna og guitarleikari, hon syngur countrytónleik. Kunstnaranavnið hjá henni er tað sama sum føðinavnið tó uttan millumnavnið: Evi Tausen. Evi er vaksin upp í Froðba og Kastrup í Danmark. Evi býr nú í Porkeri, hon er gift við Gudmund Djurhuus. Hon hevur eisini búð í Danmark. Evi gav út stakfløgu við tveimum løgum í 2010. Upptøkurnar til stakfløguna eru gjørdar í Kris-Stuff Studio í Hoyvík, tað var Jákup Zachariasen sum stóð fyri upptøkunum og legði sangirnar til rættis. Pætur við Keldu og Heiðrun Petersen spæla eisini við á øðrum sanginum, har Pætur somuleiðis leggur rødd til. Í 2011 gav Evi út enn eina fløgu, men hesaferð eina heila CD, sum ikki er stakfløga. Heitið á fløguni er: "Evi - Wishing Well", hon kom út í november 2011. Fløðan er innspæld í Nashville, har hon hevur samstarva við fleiri amerikanskar sangskrivarar, m.a. við Brent Mason, sum hevur vunnið "CMA-Award" sum ársins tónleikari tvær ferðir og tólv ferðir hevur hann vunnið "Academy of Country Music Guitarist of the Year Award". Evi er rættilgia nýggj innan tónleikalívið í Føroyum. Fyrstu ferð hon sang fyri øðrum var til sítt egna brúdleyp í august 2010, tá hon sang ein sang fyri manni sínum. Morgunin eftir gav hann henni ein guitar í morgungávu. Innan tónleikaheimin nevnir Evi seg oftast bert við fornavninum Evi. Maður Evi, Gudmundur Djurhuus úr Porkeri, er umboðsmaður (manager) hjá Evi. Evi hevur framført á festivalum í Føroyum, eitt nú á Summarfestivalinum og á Country Festivalinum í Sørvági í 2012. Í januar 2013 lá sangurin "Oh, How I Miss You Tonight" sum Evi syngur saman við Jim Ed Brown, á einum fimtaplássi á Pan-European TOP-100 Radio Chart, sum er hittlistin hjá European Country Music Association (ECMA). Guðrun Sólja Jacobsen. Guðrun Sólja framførir her saman við Niels Balle Project í 2012 Guðrun Sólja Jacobsen (fødd í juli 1982 á Tvøroyri) er føroysk songkvinna, búsitandi í Danmark. Guðrun gjørdist kend í Føroyum og Danmark, tá hon luttók og vann donsku sangkappingina "Stjerne for en aften" 4. apríl 2003. Guðrun fekk stórfingna móttøku, tá hon kom heimaftur til Føroya. Tá hon var liðug við student, flutti hon niður til Danmarkar, har hon hevur nomið sær tónleika útbúgving á Complete Vocal Institute. Í september 2012 var Guðrun Sólja á konsertferð í Føroyum saman við jazz ensemblinum Niels Balle Project, sum er ein samanseting av dønum og norðmonnum. Tey høvdu eitt nú konsertir á Seglloftinum á Tvøroyri og í Vágs kirkju. Í 2012 gav Guðrun Sólja út eina EP við sangum, sum hon hevur gjørt saman við Mariu Guttesen. Lene Drachmann hevur eisini ávirkað sangirnir. Sambært Guðrun eru sangirnir sera persónligir. Hon er flutt heimaftur til Føroya at búgva eina tíð, men sambært heimasíðuni Oestrogen.dk er ætlanin at flyta niður aftur. EHF Challenge Trophy. EHF Challenge Trophy er ein altjóða hondbóltskapping fyri hondbóltstjóðir í menning. Tað eru slíkar kappingar bæði fyri menn og fyri kvinnur. Føroyar luttekur í hesum kappingum. Í 2005 var kappingin í Dublin í Írlandi, tá var bara ein bólkur, og Føroyar var ikki við. Føroyar luttóku í 2007 og 2009. Í 2011 luttók U23 landsliðið hjá Føroyum, teir vunnu allir tríggir dystirnir í innleiðandi dystunum og vunnu bólkin. Teir skulu spæla finaluna, sum verður í Beograd í januar 2012. 2007 EHF Challenge Trophy hjá monnum. Í 2009 vóru so nógv lið við, at liðini blivu býtt sundur í tveir bólkar. Í tí eina bólkinum vóru fýra landslið, tann bólkurin kappaðist í Georgia, meðan hin bólkurin hevði 6 landslið, og tey kappaðust í Luksemburg. Vinnararnir av báðum bólkunum møttust so til finalu, sum var leikt í Drammen í Noregi. Føroyar, U-23 landsliðið í hondbólti hjá monnum. U-23 landsliðið í hondbóltið hjá Føroyum spældi seg í finaluna í EHF Challenge Trophy kapping í Írlandi. Venjarar hjá U-23 landsliðnum hjá Føroyum eru Kári Nielsen og Dia Midjord. U-23 landsliðið 2011-12. Bartal Torkilson Kamban, málverji, Neistin Jedward. John og Edward Grimes framføra á tónleikaferð eftir sangkappingina X-Factor, myndin er tikin í 2010. John Paul Henry Daniel Richard Grimes og Edward Peter Anthony Kevin Patrick Grimes (føddir 16. oktober 1991 í Dublin, Írland) eru ein írsk poppduo. Teir eru eineggjaðir tvíburðar og framføra undir navninum Jedward. Luttóku í X-Factor 2009. John og Edward Grimes, vanliga nevndir Jedward, blivu kendir á fyrsta sinni, tá teir luttóku í sangkappingini X-Factor í Onglandi í 2009. Teir vóru til upptøkuroynd í Glasgow. Teir endaðu á einum sættaplássi í kappingini. 2011 Eurovision - Evropeisk tónleikakapping. Jedward framføra á Eurovision 2011 Jedward luttóku til írsku kappingina um at sleppa við til Eurovision í 2011. Teir framførdu ein av fimm sangum í kappingini um at umboða Írland í Týsklandi við sanginum "Lipstick". Hin 11. februar 2011 vunnu teir ta írsku tónleikakappingina. Hin 12. mai framførdi Jedward í seinnu hálvfinaluni í Dusseldorf, og fingu nokk av atkvøðum til at koma við til sjálva finaluna, sum var hildin 14. mai. Teir endaðu á einum áttandaplássi av øllum londunum sum luttóku. Tað var besta plaseringin hjá Írlandi síðan ár 2000. Snákur. Snákur (danskt - snog, latín - "Natrix natrix" el. "Tropidonotus natrix") er eitt slag av (eiturleysari) slangu. Snákurin er eyðkendur av teim gulu blettunum hann hevur í nakkanum. Snákurin er vanligur í Danmark og í meginpartinum av Europa. Snákurin heldur mest til í vátlendi ella í námindi av bóndagørðum, í køstum har hann verpur egg síni. Snákur verpur millum 20 og 40 egg í juni/juli mánað. Størsti snákur ið er fangaður í Danmark máldi 132 cm, men miðalstøddin er uml. 100 cm fyri kvennsnákin ið er størri enn kallsnákurin. Høggormur. Høggormur (danskt - hugorm, latín - "Vipera berus") er eitt lítð slag av eiturslangu. Høggormur er einasta eiturslanga ið livur í Norðurlondum. Eins og aðrar slangur framleiðir høggormur egg, men hann hevur eggini í sær inntil tey verða klakt. Seint á sumri leggur honin 5-7 livandi ungar. Hannurin verður uml. 55 cm til longdar, meðan honin kann gerast uml. 104 cm. Kumpass. Ein kumpass er eitt mátitól, sum við einari nál vísir móti magnetiska Norðpólinum, sum ikki er tann sami sum veruligi Norðpólurin. Skip og bátar hava nýtt kumpass til navigatión, síðan tólið varð uppfunnið. Lars Olsen. Lars Christian Olsen (føddur 2. februar 1961 í Glostrup, Danmark) er fyrrverandi landsliðsleikari og landsliðsvenjari hjá Føroyum síðan november 2011. Lars leikti 84 A-landsdystir fyri Danmark og skoraði 4 mál í tíðarskeiðnum 1986-1996. Lars hevur leikt við donsku fótbóltsfeløgunum Køge og Brøndby, og við turkiska Trabzonspor, við belgiska R.F.C. Seraing og sveisiska FC Basel. Við Brøndby vann hann danska meistaraheitið fleiri ferðir, og í 1988 vann hann heiðurin "Ársins spælari". Hann hevur verið venjari og hjálparvenjari hjá fleiri ymiskum liðum hjá Brøndby, venjari hjá Randers FC, sum hann tvær ferðir flutti upp við frá 1. deild til Superligaina. Seinnu ferðina vann hann heiðurin "Ársins Venjari 2006". Útnorðurráðið. Útnorðurráðið er eitt Tingmannaráð, ið tey trý londini í útnyrðingshorninum av Norðuratlanshavinum Føroyar, Ísland og Grønland eru limir í. Árligi ársfundurin er hægsti myndugleiki Útnroðurráðsins. Í 1999 avgørdi ráðið, at upprætta eina bókmentavirðisløn, sum skuldi latast einari bók úr einum av teimum trimum londunum í Útnorði, sum er skrivað til børn og/ella ung. Henda bókmentavirðisløn er á 60.000 kr. og varð fyrstu ferð latin í august 2002. Virðislønin verður latin annað hvørt ár og verður nevnd: Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins. Ársfundurin 2005. 21. Ársfundur Útnorðurráðsins, Ísafjörður, Ísland Formaður: Henrik Old, FO (2005/06) Mpiri. Mpiri er eitt føroyskt kór við heimstaði í Keypmannahavn. Kórið varð stovnað í januar 1998. Fleyr. Fleyr er flogbóltsfelag úr Havn. Flogbóltsfelagið varð stovnað í 1977. Felagið hevur lið í bestu kvinnudeildini og bestu mansdeildini. Hesar deildir verða nevndar Eik-ligan. Harumframt hevur felagið lið í 1. og 2. deild hjá monnum og kvinnum, kvinnu- og mansunglingar, gentur og dreingir 16 og 14 ár og kids-volley. Jacob Vestergaard. Jacob Vestergaard (føddur 7. apríl 1961 á Økrum) er føroyskur politikari, valdur á Føroya Løgting í 2008 og fekk tá flestar atvøður í flokki sínum Fólkaflokkinum. Hann var borgarstjóri í Sumbiar kommunu í tíðarskeiðnum 1. januar 1993 til februar 2003 og so aftur frá 1. januar 2004 og árið út. Hann var formaður í Føroya Kommunufelag 2001–2003. Jacob er útbúgvin løgreglumaður (politistur). Hann var fiskimálaráðharri 2003-04, innlendismálaráðharri 2005-07, bleiv koyrdur eftir at hann hevði flutt Strandfaraskip Landsins til Suðuroyar. Hann var aftur fiskimálaráðharri 2008-2011. Til løgtingsvalið 29. oktober 2011 fekk Jacob 1047 atkvøður, og flokkurin kom aftur í samgongu. Flokkurin fekk eisini fiskivinnumál at umsita. Jacob Vestergaard fekk tó ongan ráðharrasess, tá landsstýrissessirnir vóru býttir, í staðin gjørdist Jákup Mikkelsen fiskimálaráðharri. Trupulleikar vóru við gegni hjá Jákup Mikkelsen, tí hann er svágur ein av størstu reiðarunum í Føroyum, Hanus Hansen. Tað var nógv kjak um ógegni hjá Jákup Mikkelsen í føroysku fjølmiðlunum, og tað endaði við, at løgmaður, Kaj Leo Johannesen segði landsstýrismannin úr starvi hin 15. februar 2012, og seinni sama dag gjørdist tað alment, at Jacob Vestergaard fór at taka við starvinum sum fiskimálaráðharri kl. 10 hin 16. februar 2012. Hvalbiartunnilin. Hvalbiartunnilin er elsti tunnil í Føroyum. Hann varð liðugt bygdur í 1963. Tunnilin er 1450 metrar langur. Frí hædd er 3,0 metrar, víddin á koyribreytini er 3,3 metrar. Áðrenn tunnilin kom, var onki vegasamband millum bygdirnar Hvalba og Trongisvág/Tvøroyri, fólk gingu tá upp um fjøllini, og tí siga hvalbingar enn, at tey fara "upp á Tvøroyri". Tunnilin var eitt stórt frambrot, tá hann kom, men 50 ár seinni er sera stór ónøgd við tunnilin, tí hann ikki hóskar til nútíðar krøv. Í Hvalba er nógv vinnuligt virksemi, og hetta verður darvað av vánaliga tunnilssambandinum. Tunnilin er ov lágur og ov smalur til at vanligir treylarar kunnu koyra ígjøgnum tunnilin. Tað er annars krav frá heilsumyndugleikunum, at fiskur, sum verður virkaður á fiskavirkjum, ikki skal skipast um, men koyrast í kølibingjum beinleiðis av flakavirkinum til sølustaðið. Men í Hvalba ber hetta ikki til, orsakað av gamla tunlinum. Har má fiskurin umskipast, so hann sleppur gjøgnum tunnilin. Tunnilin verður dagførdur í 2009-12, eftir at kanningar vóru gjørdar í 2007-08. Í 2009-2010 var arbeitt við syðra portaløkinum. Í 2011 verður norðara portaluøkið tryggjað. Talan var um at tryggja loftið við betongi og at vatntryggja økið, hetta varð millum annað gjørt við at leggja dren í loftið. Framsókn. Framsókn er ein politiskur liberalur tjóðskaparflokkur í Føroyum. Flokkurin byggir hugsjón sína á liberalismu og stevnumið floksins er vinnuligt, persónligt og tjóðskaparligt frælsi. Flokkurin vil, at Føroyar gerast eitt tíðarhóskandi samfelag og hetta er eisini slagorð floksins. Framsókn ynskir eisini føroyskt fullveldi. Søga Framsóknar. Flokkurin varð stovnaður 9. mars 2011. Hin 6. apríl 2011 vóru 2.300 undirskriftir handaðar løgmanni Kaj Leo Johannesen, sum tá eisini var innlendismálaráðharri. Stigtakarar til Framsókn vóru Poul Michelsen og Hanna Jensen. Poul Michelsen hevði tá verið leysgangari á Føroya Løgtingi í eina tíð, eftir at hann tók seg úr Fólkaflokkinum hin 11. oktober 2010. Á løgtingsvali 2015 fekk flokkurin tveir tinglimir valdar: Poul Michelsen og Honnu Jensen. Hin 15. september 2015 gjørdist formaðurin Poul Michelsen landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum. Tá tók Ruth Vang sæti á tingið fyri hann. Hin 17. september 2015, tá ið nevndarsessir í Løgtinginum skuldu býtast, gjørdist Annika Olsen, ið fór úr Fólkaflokkinum eina viku frammanundan, limur í Framsókn og gjørdist forkvinna í Fíggjarnevndini. Framsókn hevði harvið fingið 3 tinglimir á fyrsta sinni, og fyri fyrstu ferð í søgu Føroya, hevði Løgtingið fingið ein flokk við meir enn einum tinglimi ið bara vóru kvinnur. Eftir fáum døgum valdi Annika tó at taka seg úr aftur Framsókn. Løgtingsfólk. Framsókn stillaði upp til Løgtingsval fyri fyrstu ferð 29. oktober 2011. Tað eydnaðist flokkinum at fáa tvey umboð vald á Føroya Løgting. Poul Michelsen fekk 581 atkvøður, meðan Janus Rein fekk 250 atkvøður. Næstur teimum vóru Hanna Jensen við 210, Tróndur Djurhuus við 169 og Sámal Petur í Grund við 111 atkvøðum. Sostatt vóru tveir mans valdir: Poul Michelsen og Janus Rein. Árið eftir fór Janus Rein úr flokkinum, og seinni fór hann í Fólkaflokkin, so Framsókn hevði bert ein tinglim tað mesta av tingsetuni. Á løgtingsvalinum 2015 fekk flokkurin aftur tveir tinglimir valdir, hesaferð vórðu hesi vald: Poul Michelsen og Hanna Jensen. Løgtingsfólk vald 2015-2019. Hin 17. september 2015 gjørdist leysgangarin Annika Olsen, ið fór úr Fólkaflokkinum eina viku frammanundan, limur í Framsókn, og tingbólkurin hjá Framsókn øktist frá 2 til 3 tinglimir. Harvið hendi júst tað mótsætta, enn tað ið hendi eftir valið í 2011, tá ið flokkurin misti ein tinglim til Fólkaflokkin. Løgtingsfólk vald 2019-2023. Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Framsókn 2 tingfólk vald. Jakob Sande. Jakob Sande (født 1. desember 1906, død 16. mars 1967) var norskur rithøvundur og skald. Føroyski sangarin og tónaskaldið Hanus G. Johansen hevur gjørt lag til fleiri av yrkingunum hjá Sande og sungið tær inn á fløvu. Hanus og Aldubáran spæla og syngja á fløvuni, sum nevnist "frå leddigen - Jacob Sande-dikt i færøysk tonedrakt. Fløvan varð útgivin í 2006, 100 ár eftir at Jakob Sande varð føddur. Ferðaráð Føroya. Ferðaráð Føroya er eitt ráð við seks fólkum, sum hava til uppgávu at ráðgeva føroysku myndugleikunum og at leggja ætlanir fyri, hvussu Føroyar best verða marknaðarførdar. Uppgávurnar hjá Ferðaráði Føroya eru at menna Føroyar sum ferðamannaland og at kunna um og marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Ferðaráðið varð endurstovnað í 2011, eftir at tað varð niðurlagt fyri nøkrum árum síðan, tá Samvit varð sett á stovn. Ferðavinnan hevur hoyrt til ymisk aðalráð. Undir ABC-samgonguni varð Samvit í 2009 lagt undir Uttanríkisráðið. Samvit varð síðani avtikið og tey fólkini sum starvaðust innan ferðavinnu í Samvit komu at starvast í Uttanríkisráðnum. Seinni vóru fleiri teirra uppsøgd, sum partur av sparingum í Uttanríkisráðnum. Føroya Arbeiðsgevarafelag vísti í 2009 á tað óhepna í, at Ferðavinnan liggur undir einum aðalráði, meðan samferðsla, flogferðsla og heilsufrøðiliga økið, sum eru týdningarmikil fyri menningina av ferðavinnuni, vóru verandi undir Vinnumálaráðnum. Tey mæltu til, at øll vinnumál vóru løgd undir eitt aðalráð. Miðflokkurin setti í 2010 fram uppskot um at seta Ferðaráð Føroya á stovn aftur. Í viðmerkingum til uppskotið stendur millum annað, at uppskotið er meinlíkt "Løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2001 um Ferðaráð Føroya", ið varð sett úr gildi við "Løgtingslóg nr. 113 frá 13. desember 2006" um at seta úr gildi "Løgtingslóg um Ferðaráð Føroya". Lógin um Ferðaráð Føroya kom í gildi 1. oktober 2011. Ferðaráðið 2011-2015. Landsstýrismaðurin í Vinnumálum Johan Dahl hevur valt seks fólk, sum skulu manna nevndina í Ferðaráði Føroya frá 2011 til 2015. Hesi umboða ferðavinnuna á ymiskum økjum: ferðasmiðir, ferðaflutningsvinnu, gistingarhús- og matstovuvinnu, økisferðavinnufeløg, mentamál og vinnumál. Varaløgmenn í Føroyum. Varaløgmaður er vanliga ein av landsstýrisfólkunum í Føroyum. Hesin er virkandi løgmaður, tá løgmaður er burturstaddur. Listi yvir borgarstjórar í Vágs kommunu. Borgarstjórar í Vági. Niðanfyri sæst yvirlit yvir borgarstjórarnir, sum hava verið í Vágs kommunu síðan 1901. Til 1972 var heitið sóknarstýrisformaður, síðan 1973 hevur heitið verið borgarstjóri. Keldur. Vágur Threes Anna. Threes Anna (listarligt navn, veruligt navn: Threes Schreurs, fødd í Vlaardingen, Niðurlond, 1959) er rithøvundur, filmsleikstjóri og filmsleikrithøvundur. Hon arbeiðir altíð við fleiri verkætlanum í senn. Til nú (sepember 2012) hevur hon skrivað seks skaldsøgur á hollendskum. Bøkurnar eru eisini umsettar til onnur mál. Rannsóknarferðir í Føroyum. Threes Anna var tvær ferðir í Føroyum á rannsóknarferðum, fyrst í januar og síðan í juli 2010, har hon gjørdi kanningar til eina skaldsøgu sum hon tá hevði ætlanir um at skriva, og sum nú er liðug og kemur út um mánaðarskiftið september/oktober í Hollandi. Møguliga verður henda bókin eisini gjørd til film seinni. Skaldsøgan hevur fingið heitið niðurlendskt: "Het laatste land" (føroyskt: "Seinasta landið" enskt: "The Last Land"). Skaldsøgan kemur út í Niðurlondum í september/oktober 2012. Í Føroyum var hon m.a. í Mykinesi, í Havn á Ólavsøku á G-festivali í Syðrugøtu og í Suðuroynni, har hon vitjaði ymsastaðni í oynni. Eitt nú var hon í kolanámi í Hvalba. Serliga hugtikin var hon av Akrabergi við tí meir enn 100 ára gamla vitanum, sum stendur á einum tanga. Ongin býr har longur, men ein vitapassari og familja hansara búðu har til 1988, og heilt aftur í tíðini, áðrenn svartadeyða, búðu frísar í Akrabergi, teir komu úr Niðurlondum eins og Threes. Hon var so hugtikin hesum staði, sum hon nevnir "At the end of the world" (Við heimsins enda) - at hon avgjørdi at koma aftur har um summarið saman við manni sínum og búgva í einum húsi har, sum Kunningarstovan tá leigaði út, og tað gjørdi hon eisini. Hon var eisini hugtikin av at práta við Aksal Poulsen úr Sumba, sum veit sera nógv um fuglar, og sum tá átti nógvar útstappaðar fuglar, sum hann hevði standandi í einum rúmi í heimi sínum. Nú eru fuglarnir í einum fugla- og søgusavni í Sumba. Aksal visti eisini nógv at siga um plantur, og Threes spurdi hann um alt møguligt og fekk eisini svar frá honum. Hon ætlaði upprunaliga at nevna skaldsøguna Fuglaoyggin (Bird Island), men at enda hevur hon broytt heitið til "Tað síðsta landi". Á heimasíðu hennara stendur eitt brot um hvat ið henda skaldsøgan snýr seg um, og har stendur, at søgan fer fram á nøkrum oyggjum í Atlantarhavinum. Har er gott at liva til tann dagin, tá ein ræðulig ódn herjar oyggjarnar og ger at alt samband við umheimin verður avskorið. Fólk blíva fyrst bangin, men tá tað sær út til at sambandið við umheimin er mist fyri longri tíð, so kemur panikkur í fólk. Tann ungi drongurin Unnar er rættiliga einsamallur, tí foreldur hansara vóru farin suðureftir at ferðast, og tey vóru ikki komin aftur enn. Drongurin gjørdist vinur við ein arbeiðsleysan vitapassara, og roynir at finna útav øllum tí kaotiska sum hendir rundan um hann. Kannabis. "Kannabis sativa". Marijuana verður gjørt úr bløðum. Kannabis ella Marijuana er blómur, sprotar ella bløð, sum verða turkað, skorin sundur og stoytt. Kannabis verður brúkt ymsastaðni í heiminum sum heilivágur og rúsandi evni. Kannabis er eitt av vanligastu rúsevnum í heiminum og millum 128 og 232 mió. (svarandi til 2,7% - 4,9% av heiminum millum 15 og 65 ár) fólk royktu kannabis í 2013. Í 2015 varð kanning gjørd í USA og umleið helvtin av amerikanarum hevði roynt at roykt kannabis minst einaferð, 12% innan síðsta árið og 7,3% í síðsta mánaði. Kannabis hevur mong nøvn, formar og roykingarhættir sum til dømis marijuana, mold, tað brúna, hasj, tjums, hamp, blunt, skunk og joint. Marijuana eru teir grágrønu turkaðu og morlaðu blómuknapparnir og smáu bløðini av kannabisplantuni. Kannabisplantan hevur mjá og spísk bløð. Marijuana og hasj verða næstan altíð blandað upp í tubbak í Evropa, tað verður roykt í til dømis pípu, vatnpípu ella í einari bong. Marijuana er heilt lógligt í Niðurlondum, Bangladesj, Uruguei, og amerikansku statunum Colorado, Washington, Alaska, Oregon og í Washington D.C, umframt í býnum Portland. Harafturat er kannabis lógligt sum heilivágur í Avstralia, Kanada, Belgia, Spania og 23 øðrum amerikanskum statum. Marijuana verður roykt. Harumframt verður marijuana eisini etið t.d. sum kannabis-køka. 9 % av øllum næmingum í 9. flokki í Føroyum hava, sambært kanningum hjá ESPAD (stytting fyri "European School Survey Project on Alkohol and Other Drugs"), roynt at roykja marijuana. Institute of Public Health í USA gjørdi einaferð eina kanning. Hon vísti tað, at 99 % av teimum, ið nýta/hava nýtt marijuana ikki gera tað dagliga ella fleiri ferðir um vikuna. Eingin er nakrantíð beinleiðis deyður av kannabisi. Rúsurin. Marijuana gevur eina kenslu av vælveru, mildari eydnusælu og hvíld, og síðan vísir møði seg. Allir sansir verða ávirkaðir, og tíðarfatanin hjá persóninum broytist. Evnini at hugsavna seg broytast somuleiðis. Áhaldandi marijuananýtsla ávirkar evnini at læra nýtt og minnið, og harumframt kann hin ungi liva í einari ostaklokku og uppliva seg sjálvan sum nógv klókari enn øll onnur. Marijuana ávirkar teir anandamidu receptorarnar í heilanum. Ein receptorur er tað staðið, har evnini úr nervakyknunum binda seg føst eftir tað, at nervakyknurnar hava úrskilt tey. Anadamidi receptorurin liggur í teimum pørtunum av heilanum, sum eru við til at hava eftirlit við rørslu, og gevur eina kenslu av at vera sterkt rúsaður. Marijuana ávirkar harumframt fleiri aðrar receptorar í kroppinum, sum hava hjáárin við sær. Tá ið marijuana verður roykt, vísir rúsurin seg eftir fáar minuttir og varir í 2-3 tímar. Eyðkenni: Hjartabankan, títtari hjartasláttur, reyðrandað eygu, eygnalokini 'detta niðurfyri', ógreið tala, gnisar at ongum, turrur í munninum og eygunum. Virknaður í kroppinum. Marijuana er ikki fysisk vanadannandi, tí har er onki stoff í sum kroppurin blívur bundin av. Tað er tað t.d. í sigarettum (nikotin). Marijuana doyvir heilan og ger tað trupult fyri hann at arbeiða, men aftaná at taka ein støðg við at roykja fungerar heilin sum fyrr. Tá ein roykir ekstremt kann ein fáa høvuðpínu, trupult at minnast ting, trupulleikar við at konsentrera seg. Har aftur ímóti, so er tað læknafrøðiliga prógvað, at marijuana hevur hjálpt fólki sum hava AIDS, krabbamein, rørslu trupulleikar, astma og líknandi. Marijuana er selt til fleiri millionir av sjúklingum í USA sum til dømis hava krabbamein, AIDS, etingarólag, tunglyndi, svøvnloysi, osfr.. Ódnir. Soleiðis kann ein ódn síggja út frá rúmdini (fylgisveinamynd). Kort yvir Atlantarhavs ódnir í 1988. Ódn er ógvuliga hvassur vindur. Ódn er ringasta veður ein kann hugsað sær. Himmal og hav standa í einum, og fólk mugu taka alt leyst tilfar, sum liggur úti, upp og fáa tað til høldar innandura ella surra tað væl fast. Síðan mugu fólk halda seg innandura, so leingi ódnin leikar í. Harður vindur verður kallaður ódn, tá vindmegin er 12 á Beaufort-talvuni, sum merkir at vindmegin er í minsta lagi 32,8 m/s. Tað er ikki ofta, at slíkar ódnir herja, men tað kemur meir enn so fyri. Í Føroyum er hetta hent fleiri ferðir, t.d. minnast mong fólk sonevndu Jólaódnina, sum herjaði í Føroyum í 1988 og gjørdi sera stóran skaða. Jólaódnin var beint áðrenn jól í 1988. Um kvøldið hin 24. november 2011 rakti aftur ein ódn beint á Føroyar og gjørdi skaða kring alt landið. Normenn nevndu ódnina Berit. Alsamt leika einar 2000 ódnir í ymsa staðni á Jørðini. Tær harðastu ódnirnar hava sjálvar serstaka vindskipan, meðan tær fúka avstað sum ein eind. Í ávísum støðum á Jørðini, til dømis í Meksikoflógva, eru javnan ódnir av landafrøðiligum viðurskiftum. Tær flestu av ódnunum, sum kykna upp norðanfyri miðkring millum Amerika og Afrika, enda sínar dagar við strendurnar í USA, men onkur heldur leiðina fram norður við strondini til Newfoundland and Labrador í Kanada, og fær hon tá fatur á einum brúgvalagi, mennist hon til eitt djúpt lágtrýst, sum vanliga kemur móti Føroyum og hevur ódnarveður við sær. Ódnarveður kann elva til ræðuligar oyðingar, vindurin verður so ógvusligar, og umframt at bera móru, kava og sand við sær, kann ódnin eisini gera flóðaldu. Flóðaldan er tann mest oyðandi megin í ódnarveðri. Lufttrýstið fellur brádliga í miðjari ódnini, og sýgur sjógvin at sær. Samstundis melur stormurin í lingur um flóðalduna, og ger hana størri. Flóðaldan, ein múrur av sjógvi, fer við ódnini, og rennur hon á land, verður stórskaði. Snjóhvíta og teir sjey dvørgarnir (1937 filmur). Snjóhvíta og teir sjey dvørgarnir er ein amerikanskur teknifilmur frá 1937, sum er grundaður á týska ævintýrið Snjóhvíta hjá Brøðrunum Grimm. Hann er fyrsti animeraði langfilmur gjørdur í Amerika, og fyrsti filmur framleiddur av Walt Disney Productions. Film­urin varð frumsýndur tann 21. desember 1937 á Carthey Circle Theatre og var síðani givin út um allan heim av RKO Radio Pictures 4. februar 1938. Søgugongd. Í forleikinum verður greitt frá, at Snjóhvíta er ein prinsessa sum býr saman við sínari óndu og fáfongdu stjúkmóðir. Pápi Snjóhvítu er deyður, og stjúkmóðurin hevur tikið yvir ríkið. Stjúkmóðurin óttast vakurleikan hjá Snjóhvítu og spyr tí hvønn dag sín gandaspegil: "Hvør er vakrast av øllum?" Í mong ár svarar gandaspegilin, at stjúkmóðurin er vakrast av øllum. Men so ein dagin svarar gandaspegilin, at vakrast av øllum er nú Snjóhvíta. Drotningin verður øvundsjúk og gevur einum veiðimanni boð um at fara út í skógin við Snjóhvítu fyri at drepa hana. Sum prógv skal veiðimaðurin hava við sær aftur hjartað úr Snjóhvítu. Veiðimaðurin hittir Snjóhvítu, men klárar ikki at drepa hana. Ístaðin biður hann hana flýggja út í skógin fyri ongantíð at venda aftur. Heim aftur við sær tekur hann eitt svínahjarta. Her síggjast seks av teimum sjey dvørgunum Bangin og vilst hittir Snjóhvíta nøkur skógardýr, sum leiða hana til eina smáttu langt inni í skóginum. Hon tekur sær av óruddiligu smáttuni, av tí at hon heldur, at nøkur foreldraleys børn munnu búgva har. Hon finnur seinni útav, at sjey dvørgar, sum arbeiða í einum nærliggjandi námi, búgva í smáttuni. Tá dvørgarnir koma heim frá arbeiði, verða teir bangnir, tí teir síggja, at onkur hevur verið í smáttuni. Teir finna Snjóhvítu sovandi tvørtur um 3 lítlar sengur. Snjóhvíta vaknar og greiður frá, hvør hon er, og dvørgarnir bjóða henni vælkomnan í heim teirra. Snjóhvíta verður búgvandi og heldur hús, meðan dvørgarnir arbeiða, syngja, spæla tónleik og dansa í náminum um náttina. Av tí at gandaspegilin framvegis sigur, at Snjóhvíta er vakrast av øllum, veit drotningin at hon ikki er deyð. Við gandi umskapar drotningin seg sjálva til eina gamla gívur og eitrar eitt súrepli við ”sovandi deyða”. Um Snjóhvíta bítur av súreplinum, vil hon sovna so djúpt, at bert kærleikans fyrsti kossur kann vakja hana. Drotningin ætlar, at dvørgarnir síðani skulu halda, at hon er deyð og tí jarða hana livandi. Drotningin ferð til smáttuna, meðan dvørgarnir eru úti. Har lokkar hon Snjóhvítu at bíta av súreplinum. Tá Snjóhvíta bítur av súreplinum, rópar drotningin ”Nú eri eg tann vakrasta í landinum!” Skógardýrini hava júst ávarað dvørgarnar um drotningina, og teir jagstra drotningina upp á ein klett. Hon roynir at rulla steinar á teir, men toran slær niður í klettin, og drotningin doyr. Dvørgarnir venda aftur til smáttuna og halda seg finna Snjóhvítu deyða. Teir taka avgerð um ikki at jarða hana soleiðis at teir ikki síggja hana, men ístaðin leggja hana í eina glaskistu á einum berum plássi í skóginum. Eina tíð seinni kemur ein prinsur framvið kistuni. Hann hevur fyrr møtt Snjóhvítu og var vorðin forelskaður í henni. Hugtikin av vakurleika hennara kyssir hann hana, og Snjóhvíta vaknar. Dvørgarnir og øll dýrini eru ovurfegin. Prinsurin tekur Snjóhvítu við heim til sína borg. Johanna TG 326. Johanna TG 326 er ein slupp, sum er heimahoyrandi í Vági. Tað er "Felagið Johanna TG 326", sum eigur sluppina. Ábyrgdarpersónur er Gudmund Kárason Jacobsen. Johanna var til fiskiskap fram til 1972. Nú verður sluppin brúkt til styttri og longri leigutúrar bæði í Føroyum og til grannalondini. Søgan. Johanna varð smíðað í Rye, Sussex í Suðuronglandi í 1884 á skipasmiðjuni, sum James Collins Hoad átti. Tá nevndist hon Oxfordshire. Fyrsti eigarin varð John William Haylock úr Dulwich í Surrey. Í Oktober 1894 keypti Georg Edv. James Moody, ein stórur reiðari í Grimsby, Oxfordshire, men seldi hana aftur í Desember sama árið til Jákup Dahl, handilsmann í Vági, tá fekk sluppin navnið Johanne. Hetta var fyrsta sluppin, sum Jákup Dahl sjálvur átti. Hann keypti seinni fleiri aðrar sluppir og stovnaði fyritøkuna S J. Dahl. Fyritøkan átti yvir 20 sluppir og skonnartir og hevði nógv ymiskt virksemi í Vági, bæði innan fiskiskap, fiskavirking og handil. Johanna var fiskiskip, men undir seinna heimsbardaga hevði Stóra Bretland stóran tørv á matvørum, eisini á fiski, og tí vóru tað fleiri føroysk fiskiskip, sum løgdu um til flutningsskip. Johanna sigldi til Íslands, har hon fekk ísaðan fisk í lastina, sum hon so førdi til Skotlands. Fiskurin sum føroysku skipini førdu til Stóra Bretlands kom sera væl við hjá bretum. Winston Churchill nevndi eisini føroyingar í einari talu, hann helt eftir kríggið. Hetta nevndi Elin Mortensen, rithøvundur, í sending í útvarpinum hjá Kringvarpinum. Sera nógvir føroyingar lótu lív undir seinna heimsbardaga í mun til fólkatalið. Tað vóru sjómenn, sum vóru við føroyskum fiskiskipum, sum blivu bumbaði av týskum kavbátum ella bumbu flogførum ella sigldu á eina minu. Sluppin Johanna kom tó gjøgnum kríggið uttan at vera rakt av bumbum ella minum. Johanna varð løgd í 1972 og fór ikki til fiskiskap aftur. Hon lá við kai í Vági til 1980, tá ætlaði eigarin A/S J. Dahl at søkkja hana, men í síðstu løtu varð gjørt av at bjarga sluppini. Í 1981 varð settur á stovn ein grunnur, nevndur Johanna TG 326, sum hevði til endamáls at bjarga sluppina Johannu TG 326 og seta hana í upprunastand, soleiðis at hon kundi verða eitt minni um ta farnu slupptíðina. Tað árið keypti grunnurin "Johanna TG 326" sluppina Johannu frá A/S J. Dahl fyri 1 kr. Johanna varð síðan løgd upp á land, har hon skuldi setast í uppruna stand. Sera nógv fólk vóru við í arbeiðnum at seta sluppina í stand, og stuðul var veittur úr øllum landinum. Alt arbeiði var gjørt sjálvboðið í fyrstani. Fólk úr grunninum skipaðu m.a. fyri bingo, fyri at savna pening til tilfar og annað sum kostaði pening. Ein av eldsálunum tá var Ovi Mikkelsen, sáli (doyði í mai 1995). Ein annar vágbingur, sum hevur arbeitt nógv uppá sluppina Johannu, og sum nú er formaður í grunninum, er Gudmund Jacobsen, skipstimbari og eigari av Vágs Skipasmiðju. Johanna verður nú brúkt til ferðavinnu endamál, sum styttri túrar (útferðir), men eisini til leiguferðir í Føroyum og t.d. til Hetlands. Akupunktur. Á myndini síggjast akupunktur nálir í hondini og undirarminum á einum persóni. Ein "dukka" har meridianirnar og akupunktur punktini eru teknaði á. Akupunktur er ein alternativur viðgerðarháttur, sum hevur sínar røtur í Kina og í øðrum londum í fjareystri. Tað finnast fleiri sløg av akupunkturi. Klænar nálir verða stungnar í ávís akupunktur punktir á kroppinum. Hetta verður gjørt fyri at fáa javnvág í energirenslinum í kroppinum, sum á kinesiskum málið verður rópt "qi", til tess at linna um pínu ella hjálpa sjúkutekin frá kroppinum. Sambært hesum ástøði, so ganga sonevndar meridianir í kroppinum, nakrar ganga frá høvdinum niður í hondina alla armin, aðrar ganga frá høvdinum niður í fótin. Ástøðið sigur so, at orka streymar gjøgnum hesar meridianir, men at tær kunnu gerast typtar/blokkaðar av einari ella aðrari orsøk, og her er tað, at ein akupunktørur kann hjálpa við at seta nálir í nøkur ávís akupunktur punktir, alt eftir hvørji sjúkueyðkenni, ið persónurin hevur. Fleiri læknar nýta eisini nálir at viðgerða við, men ofta eru teir ikki útbúnir innan klassiskan akupunktur. Læknar nýta oftast nálirnar til pínulinnan við at stinga nálina nærindis har ið sjúklingurin hevur pínu. Í Danmark og Føroyum skal kann ein akupunktørur ikki bara fara í holt við at viðgera fólk uttan víðari. Lógin krevur, at hann ella hon hevur samband við ein lækna. PDF. PDF (Portable Document Format) er ein "opin standard" fíluslag, sum Adobe Systems kom við í 1993. PDF er eitt skjalasnið, ið m.a. varðveitir uppseting og skrift á einum teldutøkum skjali. T.v.s. at líkamikið hvat fyri eitt tól, ið tú letur skjalið upp við, so sær skjalið eins út. Pdf-skjøl kunnu lesast av øllum sum hava tikið niður (downloadað) ein Adobe Reader pdf-lesara, sum er eitt ókeypis forrit. Ein eigur ikki at kunna skriva í pfd skjøl, men tað ber kortini til í ávísum førum. Til hetta krevst serligt forrit t.d. Adobe Acrobat ella Libre Office. Tann, sum velur at brúka PDF-formatið, ger tað ofta fyri at vera vísur í, at fólk ikki fara at broyta nakað í skjalinum. Tá pdf-skjalið verður gjørt, er møguligt at læsa skjalið á ymiskan hátt, t.d. soleiðis at ikki ber til at viðgera skjalið ella at prenta tað. Brúkarin kann bara gera tað við pdf-skjalið, sum rættindi eru givin til. Sum dømi kann nevnast, at eitt nú Arbeiðsloysisskipanin í Føroyum nýtir pdf-skjal sum umsóknarblað, har fólk kunnu útfylla kravdu teigarnar á internetinum, og síðan skriva tað út og undirskriva tað, fyri síðan at skanna tað inn og senda tað við telduposti. Tað ber ikki til at goyma slík skjøl á telduni. Hesi skjøl verða eisini ofta nýtt til spurnarkanningar á internetinum. Til tíðir eru pdf-skjøl gjørd við at ljóslesa (skanna) pappír, har t.d. tekstur er á. Slík pdf kunnu ikki viðgerast (redigerast), tí teksturin er at skilja sum ein mynd, sum skannarin hevur avmyndað inn í pdf'in. Fever (fløga). Fever er áttandi fløgan hjá avstralsku Kylie Minogue. Plátan varð givin út í oktober 2001 í Stóra Bretlandi og í februar 2002 í USA. Vung Tau. Vung Tau er ein býur í Vjetnam, høvuðsstaður í Ba Ria-Vung Tau landslutinum. Í 2009 var íbúgvaratalið 296.237. Býarøkið er 140 km2 íroknað 13 forstæðir og ein bygd. Vung Tau er miðdepil fyri oljuídnað í Vjetnam. Aphrodite (fløga). Aphrodite er 11. fløgan hjá avstralsku Kylie Minogue. Hon varð givin út í juli 2010. Skúlin á Argjahamri. Skúlin á Argjahamri (gamli skúlin var nevndur Argja Skúli) er ein nýggjur (2011) skúli á Argjum í Føroyum. Skúlin er ein av fólkaskúlunum í Føroyum og ein av fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu. Skúlin á Argjahamri varð tikin í nýtslu í august 2011. Skúlin er tvísporaður frá 1-9 flokk. Har er eisini frítíðarskúli. Bygningurin er skipaður í fýra eindir, og teir tríggir undirvísingarpartarnir eru í hvør síni eind við felagsøki bæði til lærarar og næmingar. Í tí fjórðu eindini er m.a. dupult fimleikahøll. Skúlastovurnar eru allar á ovastu hæddini. Skúlin á Argjahamri er 7.100 m² til støddar. Skúlaárið 2011/12 ganga 319 næmingar í tilsamans 17 flokkum í Argja skúla. Lærararnir eru 31. Ráðgevararnir. Høvuðsarbeiðstøkuna og projektleiðsluna hevði byggifelagið Articon. Norðureuropeiskur stutthalaseyður. Norðureuropeiskur stutthalaseyður, er ein bólkur av seyðsløgum við stuttum hala úr Bretsku oyggjunum, Norðurlondum og Baltisku londunum. Tey stava ætlandi frá frumseyðinum ið fólk høvdu við sær til Europa sum húsdjór av háslættunum í núverandi Turkalandi og Iran. Hetta eru harðfør seyðasløg, ið klára seg í harðbalnum lendi og veðurlagi, men slagið er lágvaksið og flestastaðni eru tey nú útskift við størri seyðasløg við longum hala. Føroyskur seyður er eitt av hesum seyðasløgunum við stuttum hala. StÍF. a> gentur 14 ár í Høllini á Skála, desember 2011. StÍF eru genturnar høgru megin í hvítum troyggjum. StÍF er eitt føroyskt ítróttarfelag av Strondum. StÍF er stytting fyri Stranda Ítróttarfelag. Felagið varð stovnað 11. oktober 1942. Felagið er virkið innan hondbólt og kappróður. Fyrr hevur felagið eisini verið virkið innan flogbólt, men tað er dottið niðurfyri. Fyrsta stjórn felagsins var: Carl Andreasen, formaður, Carl Olsen, næstformaður og Hans Jacob Simonsen, kassameistari. Í 1963 heitti felagið á bátsmiðin Niclas í Koltri um at smíða teimum eitt áttamannafar. Báturin fekk navnið Strandingur. Kappróðrarfelagið hevur seinni fingið sítt egna navn, tað nevnist Strálan. Kappróðrarfelagið eigur m.a. 6-mannafarið við sama navni, sum felagið, Strálan. St Kilda. St Kilda (skotskt gæliskt: "Hiort") er ein avtoftaður oyggjabólkur 64 km vestanfyri North Uist í Ytru Hebridunum og 423 km suður úr Føroyum. Fýra størri oyggjar eru Hirta, Dùn, Soay og Boreray. Oyggjabólkurin, ið hevur hægstu fuglabjørg í Stórabretlandi, hoyrir umsitingarliga undir Comhairle nan Eilean Siar. Upprunin til navnið St. Kilda er ókendur. St. Kildabúgvar á 'The Street' í 1886 Endurbygd hús við 'The Street' Fólk og mentan. Fólk hava búð á St Kilda, á oynni Hirta, í minst tvey túsund ár, men neyvan hava meir enn eini 180 fólk búð har í senn, og eftir 1851 ikki meir enn eini 100. Talumálið var ein serstøk dialekt av skotskt-gæliskum, við nógvum norrønum lániorðum, eins og nógv staðarnøvn hava norrønan uppruna. Fuglaveiða var ein týðandi partur av lívinum og fuglur var meginkosturin á St. Kilda. Fólkið á St. Kilda livdi eftir Móselóg og Gamla Testamenti. Í 1926 komu kirkjufólk og trúboðarar úr Bretlandi at boða umvending. Hetta ørkymlaði íbúgvarnar ið søgdu seg vera kristnaðar langt áðrenn meginlandið Skotland, helst vóru írskir munkar á St. Kilda longu í 6 øld. Fyrstu ferð St. Kilda verður nevnd í skriftligum keldum var seint í miðøld. Við fyrra veraldarbardaga og øktari turismu kom sjúka til St. Kilda og nógv fólk doyði. Eftir kríggið fluttu nógv ungfólk vekk, fólkatalið minkaði frá 73 í 1920 til einans 37 í 1928. Í 1930 vórðu tey seinastu fólkini flutt av oynni. Í dag eru ongin fastbúgvandi fólk eftir, bara fólk í bretska herinum og granskarar halda til í oyggjunum í styttri og longri tíðarskeið. Djóra og Plantulív. Allur oyggjabólkurin er nú ogn hjá National Trust for Scotland og í 1986 gjørdist hann tað fyrsta UNESCO World Heritage Site í Skotlandi. Tvey villini sløg eru serlig fyri St. Kilda, mortítlingur (músabróður) "Troglodytes troglodytes hirtensis", ið er eitt undirslag av mortítlingi, og eitt undirslag av hagamús, kend sum St. Kilda hagamúsin "Apodemus sylvaticus hirtensis". Triðja serstaka undirslagið á St. Kilda var heimamúsin "Mus musculus muralis" sum doyði út stutt eftir at fólkið var rýmt í 1930. St. Kilda heimamúsin var nærmast í slekt við heimamúsina í Mykinesi í Føroyum "Mus musculus mykinessiensis", og var møguliga forfaðirin til músina í Mykinesi. Fuglalívið er ríkt. Størsta súlubølið í verðini finst á St. Kilda og telur eini 30.000 pør, uml. 24% av samlaða stovninum av súlu. 49.000 drunnhvítapør, uml. 90% av europeiska stovninum; 136.000 lundapør, uml. 30% av bretska stovninum, og 67.000 havhestapør, uml. 13% av bretska stovninum. Á Dùn finst størsti havhestastovnurin í Bretlandi. Havhestur átti fyrst á St. Kilda í Bretlandi, áðrenn 1828. Seinasti gorfuglurin ið varð sæddur í Bretlandi, varð dripin á Stac an Armin í juli 1840. Vegna fjarleikan til meginlandið, er náttúrumargfeldnið avmarkað. Einans 58 sløg av firvaldum finnast á oyggjunum, samanborið við 367 sløg í Ytru Hebridunum annars. Plantuvøksturin er nógv ávirkaður av saltráki í luftini, nógvum vindi og súrum mógvi. Ongi trø vaksa yvirhøvur, men 130 ymisk blómandi plantusløg finnast, 162 soppasløg og 160 mosasløg. Fleiri av teim 194 skónsløgunum eru sjáldsom. Tarin ið veksur á grunnunum húsar einum margfeldni av sjáldsomum sjósmákyktum. Seyður. Seyðurin á St. Kilda er serstakur, nevndur Soay Sheep; hetta er seyður ið var útilagstur á oynni Soay. Seyðurin av Soay er meinlíkur Dímunarseyðinum í Føroyum, ið nú er útdeyður. Dímunarseyður. Dímunarseyður var seinasti upprunaseyðurin í Føroyum. Hann yvirlivdi sum útilagstur (villur) seyður á Lítlu Dímun tí at oyggin var kongsjørð og ongin festari var. Oyggin var sett til sølu í 1850, og keyptu hvalbingar og sandvíkingar oynna. Nøkur ár seinni avtóku teir frumseyðin, tað sum ikki fekst í rætt varð skotið. Tríggir av hesum seyðum eru á Føroya Fornminnissavni, veðrur, ær og lamb. Slagið var meinlíkt Soay-seyðinum, kanska beinleiðis eftikomari av europeiska frumseyðinum, slagð var smávaksið og svart. Soay. Soay (skotskt gæliskt: "Soaigh") er ein oyggj í St Kilda oyggjabólkinum við Skotland. Hon er næststørsta oyggin í bólkinum og er 968.000 m² til støddar. Navnið kemur av norrønum Seyðoy ("Sauðey"), og er oyggin kend fyri seyðaslagið Soay-seyður. Soay-seyður. Soay-seyður er eitt upprunaligt seyðaslag ("Ovis aries") frá oynni Soay í St Kilda. Slagið er meinlíkt tí nú útdeyða Dímunarseyðinum, og eins og Dímunarseyðurin yvirlivdi tí at oyggin var kongsjørð, so yvirlivdi Soay-seyðurin tí at oyggin var ogn hjá eigaranum (Lensharranum), ikki íbúgvunum, av St Kilda. Oyggin Soay hevur navn eftir seyðinum Sauðey, sum aftur hevur navn eftir oynni, sostatt merkir 'Soay-seyður' í veruleikanum "Seyðoy-seyður". Boreray-seyður. Boreray-seyður er eitt seyðaslag ("Ovis aries") frá oynni Boreray í St Kilda. Inntil 1930 varð hetta slagið hildið av íbúgvunum á oynni Hirta eisini, men tá ið Hirta avfólkaðist í 1930, bleiv slagið avtikið har og Soay-seyður settur ístaðin. Boreray-seyður er nú sjáldsamasta seyðaslag í Bretlandi, og telur færri enn 300 áseyðir. Í 1970'unum blivu nakrir Boreray-seyðir fluttir til skotska meginlandið fyri at uppbyggja ein stovn har, men enn er stovnurin á Boreray álitið hjá hesum hótta slagnum. Boreray. Boreray ovast í høgra horni Boreray (skotskt gæliskt: "Boraraigh"), av norrønum "Borgarey", er ein oyggj í St Kilda oyggjabólkinum við Skotland. Tveir stakkar eru við oynna, Stac an Armin, norðanfyri oynna, er tann hægri 196 metrar høgur, meðan Stac Lee, vestanfyri, er 172 metrar høgur.Farvegur sæst eftir búseting og landbúnað heilt aftur til fyrisøguliga tíð. Oyggin hevur sjáldsamasta seyðastovnin í Bretlandi, Boreray-seyður ið er eitt hótt slag av skotskum seyði. Body Language (fløga). Body Language er níggjunda fløgan hjá avstralsku Kylie Minogue. Hon varð givin út í november 2003. Daniella Cicarelli. Daniella Cicarelli Lemos (fødd 6. november 1978 í Lavras) er sjónleikari úr Brasil. IF Elfsborg. Idrottsföreningen Elfsborg er eitt svenskt ítróttarfelag, fyrst og fremtst fótbóltsfelag úr Borås. Felagið varð stovnað tann 26. juni 1904. Elfsborg hevur heimvøll í Borås Arena. Elfsborg leikar í bestu svensku fótbóltsdeildini hjá monnum, Allsvenskan. Felagið spældi fyrstu ferð í Allsvenskan 1. august 1926 í dysti móti Örgryte IS. Síðan var Elfsborg við í bestu svensku fótbóltsdeildini líka til 1954. Felagið hevur vunnið svenska meistaraheitið SM seks ferðir: 1936, 1939, 1940, 1961, 2006 og 2012. Liðini hjá IF Elfsborg spæla í gulum troyggum og sokkum og svørtum shorts. Tarnobrzeg. Tarnobrzeg er ein býur í landsynningshorinum á Póllandi, sum hevur umleið 49 000 íbúgvar. Býurin varð grundaður í 1593, tá hann fekk býarrættindi (Magdeburg-rættindi). Býurin liggur við eystara áarbakka av Vistula-ánni, ið er longsta áin í Póllandi. Szczecin. Kort yvir fyrisitingarligu eindirnar í Stettin Szczecin (søguligt navn: Stettin) er ein havnabýur í Póllandi. Býurin hevur fyrr hoyrt til Týskland og Svøríki. Býurin liggur í útnyrðingshorninum á Póllandi, á markinum til Týskland og mitt í søguliga økinum Pommern. Fólkatalið er umleið 408.113 (2014). Í desember 2011 varð EM svimjistevna á stuttbana hildin í Szczecin, har m.a. føroyski Pál Joensen luttók. Predatión. Predatión er latínska heitið fyri 'interaktiónina' har ein organisma (rovdjórið ella 'predatorin') fangar eina aðra organismu (fongdjórið) til føði. Amerikanskur bisonur. Amerikanskur visundur ella Amerikanskur bisonur (amerikanskt enskt: "Buffalo", frøðiheiti: "Bison bison") er eitt grasetandi jóturdýr ið upprunaliga livdi í stórum flokkum á amerikansku preriunum í USA og í Kanada. Núlivandi stovnurin er lítil, men í vøkstri. Fyrr reikaðu visundar í milliónatali í ovurstórum fylgjum á grasfløtunum í t.d. Wyoming og Nebraska. Men fyri einum hundrað árum síðan høvdu niðursetumenn dripið so nógvar, at bara einir 500 vóru eftir á lívi. Nú eru einir 550.000 visundar í náttúrufriðøkjum. Stór fylgi av bisonoksum ganga eisini trygt á biti í Wyoming og Montana. Í Yellowstone National Park liva bæði bisonoksar, úlvar, fjalla-leyvur, grizzly-bjarnir, elgar og nógv onnur. Um ár 1900 fóru nógvir garðar at ala drápsneyt. Europeiskur bisonur. Útbreiðsluøki hjá visundi í dag. Europeiskur bisonur ella europeiskur visundur er eitt grasetandi jóturdýr í Europa. Hann varð nærum avoyddur men yvirlivdi í Białowieża skóginum í Eystur Europa. Bisonneyt. Bisonneyt ella bisonoksar er ein bólkur av neytum ið umfatar tvey núlivandi sløg, amerikanskur bisonur og europeiskur bisonur, og fýra útdeyð sløg. Tað natúrliga økið hjá bisonneytinum er prerian. Vit hava eitt slag í Europa, tað europeiska bisonneytið, sum er eitt skógardjór. Tey flestu liva í okkara døgum í skógum heilt har eysturi í Póllandi og har vesturi í Hvítarusslandi. Bisonneyt eru tey størstu landsúgdjórini í bæði Norður Amerika og Europa. Tey eru plantuetarar og jóturdýr ið liva í bólkum. Moskusneyt. Núverandi útbreiðslan av moskusneytum, tann reyði liturin vísir upprunaliga útbreiðsluøkið, og blái liturin vísir hvar moskuneyt eru slept uppaftur í 20'du øld Moskusneyt ella moskusoksar, eru arktisk jóturdýr ið hvørki eru neyt ella seyðir. Núverandi náttúrliga útbreiðslan er Grønland og Norður Amerika. Fram til síðstu ístíð, livdu moskusneyt eisini í Europa og Asia, og eru moskusneyt slept uppaftur í Siberia og Noregi (haðani tey hava spjatt seg til Svøríkis. Moskuneyt vórðu eisini slept uppaftur á Svalbarði men doyðu útaftur har. Vesturevropa. Vesturevropa er vestasti partur av Evropa. Londini í Vesturevropa eru Bretsku Oyggjarnar, Frakland, Týskland, Belgia, Luksemburg, Niðurlond, Eysturríki, Sveis, Liktinstein og Monako. Hesi lond eru átøk hvørjum øðrum í landslagi, veðurlagi og livilíkindum. Ígjøgnum londini renna stórar og makar áir, har skip sigla í hópatali, og ímillum áirnar og út um landið er hópur av siglirennum. Meginparturin av Vesturevropa er láglendi. Suðuri í Fraklandi og Týsklandi er tó nakað av fjøllum og háslættum, men tey eru sjáldan hægri enn 1500 m. Láglendið er mest sum alt velt við tíðarhóskandi amboðum. Tann óvelti parturin av lágfjøllunum og láglendinum er vaksin við lyngi, grasi og skógi. Men fram um alt eru hesi lond av heimsins mætastu ídnaðarlondum, tí í jørðini er fullt av jarni, koli og alskyns metalum og ikki sørt av olju, vatn trýtur ikki at framleiða elmegi við, fólkið dugir eisini væl at handfara maskinur og er vant til allan ídnað. Kjøtetandi plantur. Eingin kjøtetandi planta er so stór, at hon hevði kunnað gloypt einum fólki. Tó eru søgur um kjøtetandi trø, sum í hesi myndini úr eini bók frá 1960-unum. Hesi eru tó bara íspuni. Ein kjøtetandi planta fær tað føði henni tørvar við at fanga og eta kjøt – ikki hestar og leyvur, men smákykt. Kjøtetandi plantur eru ikki so vandamiklar sum tær kanska ljóða. Planturnar veksur ofta har tað ikki eru so nógv tøevni í moldini, og tað er helst tí, hon hevur utviklað seg til kjøtátara. Fyri at fanga eina flugu ella ein firvaldur, nýta ymsar plantur ymsar framferðarhættir. Plantur sum til dømis "heliamphora chimantensis" í Venesuela fanga kykt við at rulla bløðini saman. Í bløðunum er ein hyl av sodningarevnum, sum drepa óheppnu kytini. Nakrar fanga fluguna við einari klebrutum evjum. Aðrar brúka smellifellur. Tær eru sum ein opin muður, og tær bíða til offurið setur seg niðurat, so hapsa tær, og kyktið er horvið. Tað er haðani dreparaplanturnar í Hollywood-filmunum fáa sín íblástur. Har finnast eisini kjøtetandi vatnplantur. Tær hava smá hol, sum virka sum dustsúgvarar, ið súgva kyktið inn, beinanvegin tað nertir við. At endans eru plantur, sum noyða offurið inneftir við hárum, til eitt sodningargagn. Sitting Bull. Sitting Bull (upprunanavn: "Tȟatȟaŋka Iyotȟaŋka", orðalýsing: "Sitandi tarvur") var fyrsti indiánarahøvdingin, ið vardi frælsið og rættindini hjá amerikonsku indiánarunum, "Sioux". Hann noktaði at leggja seg í skuld til hvíta mannin og fyri ættarfelagar sínar varð hann mettur sum ein heilagur maður, sum dugdi at tosa við dýr og síggja framtíðina. Eftir at hava vunnið bardagan í Little Bighorn í Montana, har flest allir hermennirnir í evropeiska herinum doyðu, vardi frøðin hjá Sioux ikki leingi. Myndugleikarnir sendu túsundtals hermenn til staðið har fleiri ættarbólkar høvdu savnað seg undir stóra høvdinginum, Sitting Bull. Hermennirnir skuldu fáa indiánararnar at geva seg yvir. Men Sitting Bull noktaði at geva seg undir hvíta mannin og hann rýmdi við ættbólkinum til Suðurkanada í 1887. Fýra ár seinni mátti hann tó ásanna, at har kundu tey ikki vera. Tey vóru veik og hungraðu og noyddust at venda heim aftur. Men enn gjørdi Sitting Bull mótstøðu og at enda bleiv tað nóg mikið fyri teir hvítu. Teir settu saman eitt lið av indiánara-løgreglumonnum. Løgregluliðið fór til húsini hjá Siting Bull og greiddu honum frá, at hann var handtikin. Men Sitting Bull noktaði at stíga á hestin og fara við teimum. Nú hendi alt í senn. Ættfelagar Sitting Bulls vóru í øðini og ein teirra skeyt ein av løgreglumonnunum. Í tí hesin fall, skeyt hann eitt skot í bringuna á Sitting Bull, sum hevnd. Og júst í somu løtu skeyt ein annar løgreglumaður, "Red Tomahawk", høvdingan í nakkan, so hann doyði. Hesar óvæntaðu hendingarnar førdu, sum vera man, til stóra ørkymlan og øði, og alt í einum var pallurin broyttur til ein sannan vígvøll. Endin var, at 8 løgreglumenn og 7 indiánarar umframt Sitting Bull, lógu eftirá. Líka til endans stríddist Sitting Bull fyri landi sínum og fyri at verja indiánsku mentanina og lív teirra. Planet Awards 2011. Planet Awards 2011 varð hildið í hølunum "Deep" hin 28. desember 2011. Planet Awards er eitt afturvendandi tónleikatiltak í Føroyum, sum Miðlahúsið skipar fyri fyri at heiðra føroyskum tónleikarum. Rosa Parks. Rosa Louise McCauley Parks (fødd 4. februar 1913 í Alabama, USA, deyð 24. oktober 2005 í Detroit, Michigan) var seymikona í einum stórum handli í býnum Montgomery, Alabama, einum av suðurstatunum í Amerika, sum gjørdist fyrimynd fyri stríði fyri borgararættindum. Um kvøldið tann 1. desember í 1955 stóð hon og bíðaði eftir bussinum, sum hon skuldi koyra heim frá arbeiði við. Parks var móð aftan á ein strævnan arbeiðsdag og var eym í fótunum. Bussurin kom, og hon fór uppí. Við tað at hon var afroamerikanari, fór hon inn aftast í bussin. Tann fremri parturin var bert fyri hvít. Hon setti seg á tann fremsta bonkin í aftara partinum á bussinum, og sat á bonkinum beint aftan fyri fremra partin á bussinum, har tey hvítu áttu at sita. Nógv fólk kom inn í bussin, og nøkur noyddust at standa, bæði afroamerikanarar og hvít. Beint tá ið hon hevði sett seg, segði tann hvíti bussstjórin, at Parks og tríggir aðrir afroamerikanarar noyddust at reisa seg upp og lata tey hvítu, ið stóðu, fáa sessirnar. Hini trý gjørdu eftir boðunum, men Rosa Parks segði nei. Harvið hevði hon brotið gamla lóg og sið í Alabama, og boð vórðu beinanvegin send eftir løgregluni. Hon varð handtikin og førd burtur. Eftir at hava verið kúgað í fleiri hundrað ár, reistust afroamerikanarar til bardaga. Teir vildu kvetta tey bond, ið bundu teir, so at teir kundu bróta seg út úr tí vanvirðisligu tilveru, teir høvdu livað í. Teir vildu ikki longur verða trælkaðir av teimum hvítu, men hava menniskjanslig kor sum borgarar í Sambandsríki Amerika. Tað var eitt stríð, sum allur heimurin í spenningi fylgdi við í, og sum við eitt gjørdi ein mann kendan víða um: Martin Luther King. Afroamerikanarar mótmæltu viðferðini ið Rosa Parks fekk og noktaðu at brúka bussarnir, men gingu í staðin, og eftirsum tað í størstan mun vóru afroamerikanarar, ið brúktu bussarnir, vóru bussfeløgini við at fara á húsagang. Stjórnin noyddist tí at broyta lógina, soleiðis, at afroamerikanarar ikki longur skuldu sita aftast í bussinum og heldur ikki vóru noydd til at geva sítt sitipláss til tey hvítu. Nero. Nero keisari, ið ráddi í Róm frá ár 54 til 68, hevði sera ringt orð á sær. Honum dámdi væl at hyggja at sjónleiki. Og serliga væl dámdi honum at síggja ógvusligar hendingar. Hann læt nógv kristin handtaka, og tey vóru sera illa viðfarin. Fleiri teirra vóru tveitt fyri villini djór og skrædd sundur, meðan onnur vóru brend á báli. Í árinum 64 e.Kr. byrjaði Nero eitt stórt átak at beina fyri teimum kristnu. Ein stórur eldsbruni kyknaði í býnum, og tað eydnaðist keisaranum at fáa fólk at trúgva, at tað vóru tey kristnu, ið høvdu sett eld á. Men hildið verður, at tað var Nero sjálvur, ið hevði birt eldin, tí hann vildi hava meira pláss til nýggjar og stásligar bygningar. Dávid. Dávid var ein rættvísur og góður kongur í Ísrael. Hann vardi landið og vann nógvar bardagar ímóti øðrum tjóðum. Sjey ár eftir, at hann gjørdist kongur í Júdaríkinum, tók hann ræði yvir øllum Ísrael. Dávid hertók Jerúsalem og bygdi ein múr uttanum býin. Hann gjørdi Jerúsalem til høvuðsstað og flutti ørkina við lógini og teimum 10 boðunum hagar. Hetta varð gjørt við miklum fagnaði, sangi, tónleiki og dansi. Dávid búsettist í Jerúsalem. Hann bygdi sær eina stóra borg. Dávid var kongur í Ísrael í mong ár. Hann vardi landið væl og gjørdi Ísrael til eitt stórt ríki. Dávid doyði, tá hann var 70 ár. Ísraelsfólk minnast hann sum ein góðan og rættvísan kong. Enn í dag syngja tey sálmar hjá honum og tosa um avrik hansara. Tubbak. Tubbaksplantan er ársplanta. Hon veksur ymsastaðni í heiminum, men trívst best í heitum londum í USA. USA og Kina eru tey lond í heiminum, har mesta tubbakið verður dyrkað, men menningarlondini dyrka eisini tubbak. Tá ið Kolumbus kom til Amerika í 1492, royktu indiánarnir undarlig bløð. Bløðini vóru av tubbaksplantuni. Nú, 500 ár eftir, roykja fólk um allan heim sigarett, sigar ella pípu. Flestu roykja, tí at tað sissar. Tað er evnið "nikotin", sum tað ger. Vit gerast lættliga bundin at nikotini, so torført er at leggja av. Acetylcholin (ACH) er ein ógvuliga týdningarmikil nervatransmittari. Nikotin líkist ACH og setir seg á somu reseptorar sum ACH. Tað hevur við sær, at nervakyknur senda nervainnstøkk, tá ið tær ikki skulu gera tað. Hjá einum, ið júst er byrjaður at roykja, kennist hetta ikki væl. Hjartað fer at sláa títtari, slættir vøddar í sodningarleiðini taka seg saman og blóðið sleppur ikki at húðini. Tann, sum roykir sína fyrstu sigarett, gerst bleikur og fær vaml og annan ampa av sigarettini. Tað er, tí at nikotin fær nervakyknur at senda øll hesi boð úr heilanum út í kroppin. Sum frá líður, venur heilin seg við nikotinið. Hann fær fleiri reseptorar, og evnini at senda øll hesi boð, hvørja ferð ein sigarett verður roykt, minka. Økta nøgdin av reseptorum er tað, sum ger, at roykjarar gerast bundnir av nikotininum. Tú hoyrir í útvarpi, sært í sjónvarpi, lesur í fjølmiðlum og hoyrir tosan um royking - og felagsboðskapurin fyri hesa kunning er heilt greið – at roykja er heilsuskaðiligt fyri roykjaran og tey, ið eru rundanum. Í tubbaksroyki eru 4000 ymisk evni. Flestu eru skaðilig. Roykir tú, orkar tú verri og luktar illa. Tey, sum roykja, eru í stórum vanda at fáa álvarsama sjúku, til dømis krabba, blóðtøpp, bronktis og hjartasjúku. Lungnakrabbi er tann krabbasjúkan, ið krevur flest mannalív; 90 % av lungnakrabba-tilburðunum standast av royking. Umleið 14 000 danir missa lívið hvørt einasta ár orsakað av royking. Heilsumyndugleikarnir royna at fáa fólk at leggja av. T.d. Tubbaksráðið gevur út upplýsandi tilfar um vandan, ið stendst av at roykja. Roykur úr rúkandi sigarett, dálkar eisini meiri, enn roykurin, roykjarin andar í seg. Tá ið fólk, sum ikki roykja, verða ørkymlað av royki, eitur tað óvirkin royking. Føroyskir menn og føroyskar kvinnur eru tey, sum roykja allarmest í Norðurlondum. Hetta sæst aftur í Heilsulýsingini sum Landslæknin gjørdi fyri árini 2012-2013, har spurningurin um talið av dagligum roykjarum er staðfest. Út frá hesum kann ein lesa, at 31 prosent av føroyskum monnum, ið eru eldri enn 15 ár, roykja dagliga. Og at 26 prosent av kvinnunum í sama aldri gera tað, tá gjørt varð upp í 2010. Hesi tølini eru munandi hægri enn í nøkrum av grannalondum okkara; vit liggja rættiliga tætt Danmark, har 25 prosent av monnunum og 24 prosent av kvinnunum ið eru eldri enn 15 ár roykja. Hinvegin sæst at Ísland hevur fáar roykjarar í aldrinum 15 til 79, her einans 15 prosent av monnunum og 14 prosent av kvinnunum roykja. Og fara vit til Svøríkis eru tølini ávikavist 13 prosent menn og 15 prosent kvinnur. Í 2012 doyðu 577,190 fólk av krabbamein í USA. Talið á krabbameinstilburðum í Evropa er økt 10 prosent 2007-2009. Altjóða krabbameinsgranskingarstovnurin sigur, at royking er høvuðsorsøk. ES-kommissiónin metir, at 700.000 evropearar doyggja av tubbaki um árið. Newt Gingrich. Newton Leroy "Newt" Gingrich (føddur Newton Leroy McPherson 17. juni 1943 i Harrisburg, Pennsylvania) er amerikanskur politikari. Newt Gingrich er eitt kent andlit í amerikonskum politikki. Hann kom í Kongressina í 1978 og er valdur tíggju ferðir. Hann var formaður í Umboðsmannatinginum frá 1995 til 1999. Gingrich var við í kappingini um at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum í 2012, men mátti lúta fyri Mitt Romney. Gingrich er útbúgvin søgufrøðingur og hevur skrivað fleiri bøkur. Tey seinnu árini hevur hann arbeitt sum politiskur eygleiðari. Gingrich hevur boðað frá, at um hann verður valdur presidentur, so fer hann at flyta amerikansku sendiharrastovuna í Ísrael til Jerúsalem. Hann hevur eisini sagt: "Minst til, eingin Palestinskur statur hevur nakrantíð verið, vit hava havt eitt uppfunnið palestinskt fólk, sum í veruleikanum eru arábarar og søguliga er partur av arábiska samfelagnum. Tey høvdu møguleikan at búsetast á nógvum øðrum støðum". Mitt Romney. Willard Mitt Romney (føddur 12. mars 1947 í Detroit, Michigan) er ein amerikanskur politikari. 28. august 2012 varð Romney formliga útnevndur forsetavalevni hjá republikanarunum í USA. 65 ára gamli Romney er mormonur og kendur handilsmaður. Funnist verður ofta at honum fyri at broyta hugsan í heilum. Hann royndi eisini at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum í 2008, men máti lúta fyri John McCain. Tað var á einum veljarafundi í statinum New Hampshire í juni 2011, at Mitt Romney kunngjørdi, at hann hevur hug at royna at sleppa í Hvítu Húsini í 2012. Samstundis kom hann við atfinningum móti Barack Obama, forseta og politikki hansara. Eitt nú fanst hann hvassliga at nýskipanini á heilsuøkinum, og hann lovaði at seta hana úr gildi, verður hann valdur til forseta. "Hann hevur ikki fingið gongd á búskapin aftur, hann hevur ikki steðgað vøkstrinum í teirri almennu umsitingini, og hansara uttanríkispolitikkur hevur ikki verið ein eind", segði Mitt Romney um forsetan. Demokratarnir skuldseta Romney fyri hykl. Teir vísa á, at tá Mitt Romney var guvernørur í statinum Massachusetts frá 2003 til 2007, samtykti staturin eina heilsunýskipan, sum er sera lík teirri nýskipanini, sum Obama fekk meiriluta fyri í 2010. Justin Bieber. Justin Drew Bieber føddur 1. mars 1994, er ein kanadiskur pop/R&B sangari, sangskrivari og filmstjørna. Bieber bleiv funnin í 2008 av Scooter Braun, sum fann hann í gjøgnum kykmyndir á Youtube, seinni bleiv hann hansara manager. Braun arangeraði ein fund fyri hann við Usher í Atlanta, Georgia, og Usher var skjótur at undirskriva Justin til Raymond Braun Media Group (RBMG) eitt felags Mediuselskap ímillum Usher og Braun, og eina uptakandi kontrakt við island Records tilboði av L.A Reid. Bieber'sa debut var stakfløvan, "One time", hon varð givin út í 2009 og kom í top 10 í Kanada, og kortlagt í top 30 í fleiri altjóða marknaðum. Hansara debut fløga, "My World", kom í november 2009, og seinni vann fløvan platin í USA. Hann gjørdist tann fyrsti artisturin sum hevði 7 sangir frá einari debut fløgu á hittlista á Billboard Hot 100. Bieber'sa fyrsta studiofløga, "My World 2.0", bleiv útgivin í mars 2010 og debuteraði í top 10 listum í fleiri londum og varð certifisera platin í USA. Síðan kom tað globala top 10 staklagið, "Baby". Musikk kykmyndinin av "Baby" var tað mest vísta og mest umrødda Youtube-video stutt eftir at tað kom út. Bieber fylgdi við í útgávuni av hansara debutfløgu við sínum fyrsta høvuðsnavnaturné. My World Turné, tær remix'aðu fløgurnar. My Worlds Acoustic og Never Say Never- remixini, og 3D film-konsert filmurin, Justin Bieber Never Say Never- sum hevði eitt upplatingar vikuskifti, sum næstan var tað størsta upplatingar vikuskifti fyri ein konsert-film. Bieber útgav sína aðru studiufløgu, "Under the Mistletoe" í november 2011 sum debuteraði sum nummar eitt í Billboard 200. Bieber er blivin tilnevndur og hevur vunnið eina langa røð av virðislønum. Til dømis vann hann heiðurin "Ársins Artistur" 2010 á American Music Awards, og bleiv nomineraður sum "Besti nýggi artistur" og "Best Pop Vocal Album" í "53rd Grammy Awards". Bieber verður sæddur sum eitt tannáringa idol (fyrimynd). Isabela Garcia. Isabela Garcia Costa (fødd 11. juni 1967 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Ana Beatriz Nogueira. Ana Beatriz Soares Nogueira (fødd 22. oktober 1967 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Í 1987 vann hon Silver Bear for Best Actress á 37th Berlin International Film Festival fyri hennara leiklut í filminum Vera, stjórnað av Sergio Toledo. Thomas Jefferson. Thomas Jefferson (* 13. apríl 1743 – † 4. juli 1826) var 3. forseti í Sambandsríki Amerika. Jefferson, sum avnoktaði meginpartin av Bíbliuni og tann imateriella Gud har frá og ein av høvuðsmonnunum aftanfyri "Declaration of Independence", sum hevur tað sera kenda sitati: "Vit halda tað vera rímiligt og sjálvsagt, at øll verða javnsett, og at vit hava fingið ávís ómissandi rættindi frá skaparanum - rættin til lívið, frælsið og stremban eftir eydnuni". Hann varð eisini tann sum kom við "Wall of separation between Church and State" sum gjørdi at kirkjan og staturin ikki skuldi blandast saman. Orsøkin varð at verja tey sum ikki hoyrdi til og sum møguliga eisini vóru forfylgt av kirkjuni tá. Thomas Jefferson var amerikanskur sendimaður í Fraklandi í rokárunum 1785-1789 beint undan fronsku kollveltingini. Árini í Fraklandi ferðaðist hann víða í Evropa og fekk stóran áhuga og alsk til vín. Afturkomin til garðin, Monticello í Virginia í USA, hevði hann bæði vínfløskur og vínstokkar við sær frá ferðum á evropeiskum víngørðum. Alt lívið royndi hann at eksperimentera við at dyrka vín á Monticello og sigst Thomas Jefferson vera faðirin at amerikansku víndyrkingina. Viðurkendur er Jefferson eisini fyri arbeiðið at skilja sundur statin og kirkjuna, ivaleyst við íblástri frá sveisisk-franska samtíðar-heimspekinginum, Rousseau. Og ikki minst var Jefferson ein stovnsetarunum av USA, eitt nú at skriva Frælsisyvirlýsingina. Donald Trump. Donald John Trump, Sr. (f. 14. juni 1946 í New York City, New York í USA) er fyrrverandi forseti í USA, valdur fyri Republikanska flokkin á forsetavalinum í USA í november 2016. Trump er er ytst á høgravonginum í USA. Donald Trump, sum fyrst og fremst varð kendur sum eitt úrslit av bakgrund hansara innan handilsheimin frá 1970-árunum og frameftir, var vertur fyri reality-sjónvarpsrøðina ”The Apprentice”, sum koyrdi frá 2004-2015, og sum hann sjálvur var við til at framleiða. Harumframt botnar populariteturin hjá Donald Trump, sum ikki hevur havt nakra serliga politiska fortíð, eisini í, at hann verður sæddur sum eitt mótrák ímóti tí etableraðu politisku skipanini í Washington. Trump hevur tikið USA úr París-avtaluni, og hansara atfinningar móti NATO hava viðført, at hini limalondini nú eru meira til reiðar at rinda meira fyri limaskapin, enn tey hava gjørt frammanundan. USA hevur rindað alt for stóran part í mun til hini londini, heldur Trump. Forsetavalið. "Høvuðsgrein: Forsetavalið í USA 2016" Útnevningin av Republikanska forsetavalevninum fór fram, tá Republikanski flokkurin hevði konvent í Ohio 18.-21. juli 2016. Trump fekk ikki stuðul frá týðandi persónum í Republikanska flokkinum. Hvørki Jeb Bush, George H. W. Bush ella George W. Bush søgdu seg vilja atkvøða fyri Donald Trump til forsetavalið. Tað er brot á siðvenjuna í USA, tí fyrrverandi forsetar plaga at stuðla valevninum hjá flokkinum. Eisini aðrir framstandandi republikanarar noktaðu at stuðla honum, t.d. Mitt Romney og John McCain. Vinnarin av forsetavalinum 2016 gjørdist Donald Trump, meðan Hillary Clinton tapti. Politikkur. Í januar 2016 gjørdi Trump greitt, at hann ynskti at seta forboð fyri, at muslimar sluppu inn í Amerika, og eitt av kendastu lyftum hansara var at byggja ein stóra múr millum USA og Meksiko. Donald Trump segði eisini, at hann fór at vísa fleiri milliónum ólógligum innflytarum úr landinum, um hann gjørdist amerikanskur forseti á valinum 8. november 2016. Trump skeyt upp undir valstríðnum, at tollgjaldið á kinesiskar vørur skuldi hækka upp til 45 prosent, og skuldsetti Kina fyri at føra búskaparligt kríggj móti USA, og fyri at taka amerikansk arbeiðspláss. Hann er ímóti, at samkynd kunnu ganga í hjúnaband, og hann er eisini ímóti fríari fosturtøku. Trump ætlar at ógilda heilustrygdarskipanina Obamacare, sum Barack Obama, forseti, setti í verk. Hann hevur eisini lovað at avtaka tær lógir, ið Barack Obama setti í verk, ið loyva børnum av ólógligum tilflytarum at vera verandi í landinum. DACA. Tann 4. september í 2017 kunngjørdi Donald Trump at hann vildi avtaka skipanina, DACA. DACA ("Deferred Action for Childhood Arrivals") er ein skipan sum fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama setti í verk. Skipanin verjir børn, ið eru komin ólógliga til USA við foreldrum sínum. Skipanin DACA ger tað lættari hjá hesum fólkunum at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í USA. Trump, ið arbeiðir fyri at herða reglurnar um tilflytarar í USA kunngjørdi sostatt at hann vildi avtaka hesa skipanina. Hetta hevur fingið øði í nógv fólk, serliga tey umleið 800,000 fólkini, ið eru umfataði av DACA skipanini. Innferðarforboð. Umstrídda innferðarbannið hjá amerikanska forsetanum móti seks londum í Afrika og Miðeystri, varð sett í verk 30. juni 2017. Innferðarbannið fevnir um borgarar frá Libya, Iran, Somalia, Sudan, Sýria og Jemen. Hetta eru alt lond, har meginparturin av íbúgvunum eru muslimar. Upprunaliga var Irak eisini fevnt av innferðarbanninum, men hetta varð broytt aftur. Trump gjørdi longu í januar eina fyriskipan um at seta innferðarbann í verk, men síðan tá hevur málið verið aftur og fram í ymsum dómstólum, sum hava sett fyriskipanina úr gildi. Fyrr var innferðarbannið vent einans móti muslimskum londum. Men við at seta Norðurkorea, Venesuela og Kjad á listan í sept. 2017, hevur Trump víðkað listan til eisini at umfata lond, ið ikki eru muslimsk. “At gera Amerika trygt hevur mína fyrstu raðfesting. Vit vilja ikki loyva fólkum inn í landið, sum vit ikki kunnu trygdarkanna,” skrivaði Trump á Twitter, tá umsiting hansara hevði kunnað um nýggja innferðarbannið. Londini á listanum verða viðgjørd eitt sindur ymisk, tí tað er ikki beinleiðis bann móti borgarum úr øllum londum, men meira, at hesir skulu kannast nærri. Til dømis eru allir norðurkoreanar raktir av banninum, meðan tað er møguligt hjá einum lesandi úr Iran at koma inn í landið eftir at verða kannaður nærri. Hóast afrikanska landið Kjad samstarvar við USA í Stríðnum Móti Yvirgangi, so hevur landið ikki latið neyðugar upplýsingar um yvirgang til USA. Tað er orsøkin til at Trump ikki longur vil geva borgarum í Kjad ferðafólkavisum. Veikast er bannið móti Venesuela. Tað er bert ávís embætisfólk og familjur teirra, ið verða sýtt atgongd til USA. París-sáttmálin. Donald Trump forseti hevur 1. juni 2017 tikið avgerð um at taka USA úr París-veðurlagsavtaluni. París-avtalan frá 2015 leggur upp til, at upphitingin av jørðini skal haldast undir 1,5-2 stigum. Men avtalan er í sjálvum sær ikki nóg mikið at náa málinum, og hon er heldur ikki bindandi løgfrøðiliga. Ráðharrarnir í stjórnini eru ójavnir á máli um altjóða veðurlagsavtaluna. Steve Bannon, ráðgevi hjá forsetanum, hevur roynt at sannføra Trump um at taka seg burtur úr avtaluni, men Rex Tillerson, uttanríkisráðharri, og dóttir Trump, Ivanka, mæla til, at USA skal halda seg til avtaluna. "Fyrrverandi stjórnin skoytti ikki um arbeiðarar, tá hon setti lógir í gildi. Vit kunnu verja umhvørvið, samstundis sum vit loyva fólki at arbeiða", segði Donald Trump, tá hann skrivaði undir nýggju kunngerðina. Millum átøkini, ið eru strikað, er eisini Clean Power Plan, ið hevði til endamáls at tryggja, at statirnir í USA tálmaðu CO2 útlatið soleiðis, at USA megnaði at liva upp til París-sáttmálan. Clean Power ætlanin hevur tó ikki verið virkin síðani 2016, tí at amerikanski hægstirættur skuldi avgerða, um hvært ætlanin var í stríð við amerikansku grundlógina. Fyriskipanin ógildar eisini eitt forboð at leita eftir koli í nýggjum námum. Forsetin segði, “at við hesum varð støðgur settur fyri ágangin á kol og arbeiðsdrepandi reglugerðum”. Múrurin. Hann er kendur fyri sínar ætlanir um at byggja ein múr á markinum millum USA og Meksiko. Meksikanski forsetin, Enrique Peña Nieto, hevur í januar 2017, í kjalarvørrinum av at Trump hevur sagt, at múrurin ímillum USA og Meksiko verður bygdur heilt skjótt, og at Meksiko skal gjalda 100% av byggikostnaðinum, boðað frá, at land hansara ikki fer at rinda fyri nakran múr. “Vit eru miðskeiðis í einari kreppu á syðra markinum. Tí er umráðandi, at vit betra um trygdina í báðum londunum. Ein tjóð uttan landamørk er ongin tjóð. Og í dag taka vit stýringina av okkara marki aftur. Vit bjarga túsundvís av fólki, skapa milliónir av arbeiðsplássum og vinna milliardir av dollarum”, segði Trump forseti millum annað í hesum sambandi. Republikanarar í Senatinum hava boðað frá, at Kongressin ætlar at halda fram við ætlanini, og at hon kemur at kosta millum 12 og 15 milliardir dollarar. Markið millum USA og Meksiko er 3.200 kilometrar langt. Donald Trump hevur í januar 2017 kunngjørt, at hann ætlar sær at seta 5,000 markavaktir aftrat í starv og at trýfalda talið av immigratións- og tollvalds arbeiðsfólkum. Trump hevur aftur og aftur brúkt Meksiko sum evni í sínum røðum gjøgnum valstríðið í 2016. Aftur og aftur hevur hann tosað um at byggja ein múr á markinum millum USA og Meksiko fyri at forða fyri ólógligari innflyting og narkobrotsverkum. Hann fer eisini at senda fólk uttan pappírir út úr landinum. “Vit hava vart landamørk uttanlands, meðan land okkara er fylt við rúsevnum og kriminellum tilflytarum. Soleiðis fer tað ikki at vera framyvir”, helt Trump millum annað fyri í Kongressini í februar 2017. Norðurkorea. Leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-un, segði í nýggjársrøðu síni 1. januar 2017, at landið er komið væl áleiðis í royndunum at menna rakettir, ið kunnu røkka allan vegin til norðuramerikanska meginlandið. Hesi orðini hava fingið Trump til at svara aftur: “Norðurkorea hevur júst sligið fast, at landið er við at leggjá síðstu hond á kjarnorkuvápn, ið kunnnu røkka til USA. Tað fer ikki at henda!”, skrivaði Trump á Twitter mánakvøldið 2. januar amerikanska tíð. Twitter dagføringin hjá Trump kemur í hølunum á einari fráboðan frá amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, ið fyrr um dagin hevði ávarað Norðurkorea. Talan er um sonevndar ICBM-rakettir, ella "Intercontinental Ballistic Missiles". Hetta eru rakettir, ið røkka millum 5,500 og 9,000 km. Frástøðan frá Kalifornia, ið liggur á amerikansku vesturstrondini, til Norðurkorea er á leið 9,000 km. Norðurkorea hevur seinni ført fram, at um hálvan august 2017 er landið til reiðar at senda rakettir við spreingievni, sum skulu bresta tætt við amerikansku oynna Guam. Hendan hóttanin fekk amerikanska forsetan at hótta aftur við "fire and fury" (føroyskt: eldi og vreiði). “Allir møguleikar verða umhusaðir viðvíkjandi Norðurkorea”, sigur amerikanski forsetin, eftir at Norðurkorea aftur hevur framt eina royndarspreinging við eini langtrøkkandi rakett í august 2017. Norðurkoreanska rakettin, sum varð skotin út 29. august, fleyg yvir japanskum øki og lendi á sjónum. Tað er fyrstu ferð síðani 2009, at Norðurkorea hevur sent rakett yvir japonskum øki. Amerikanski forsetin hevur sagt um norðurkoreanska einaræðisharran Kim Jong-un, at hann er á eini sjálvmorðsferð, og Trump hevur hótt við at leggja Norðurkorea í oyði um Guam ella sameind lond í Ásia verða álopin. Islamski Staturin. Donald Trump sigur, at Islamiskur Statur og aðrir islamiskir yvirgangsfelagsskapir slátra leypandi kristin í teirra lokalsamfelagi sum ein part av teirra globala jihad. “Hesir yvirgangsmenn og teirra regionala og heimsumfatandi netverk skal útruddast av jarðarinnar yvirflatu. Hetta er ein missión, sum vit vilja fremja saman við teimum, sum elska frælsi”, segði Trump 20. des. 2017. 13. apríl 2017 tveittu amerikanarar eina sonevnda MOAB-bumbu í Afganistan. MOAB-bumban er sterkasta bumban, sum ikki er kjarnorkuvápn, ið USA eigur. Bumban, sum gongur undir navninum "Mother Of All Bombs", hevur almenna heitið GBU-43/B Massive Ordnance Air Blast Bomb. Bumban inniheldur umleið 11 tons av TNT. Bumban varð tveitt úr einum serligum Hercules flogfari, og hetta er fyrstu ferð, at amerikanarar brúka bumbuna. Sambært amerikanskum myndugleikum doyðu 36 hermenn hjá IS í bumbuálopinum. Bumban, ið vigar næstan tíggju tons, varð fyrst roynd í 2003, men er ongantíð nýtt í krígsførslu fyrr. “Vit royndu at raka eina tunnilsskipan, ið ISIS hermenn nýta til at ferðast aftur og fram í, ið ger tað lættari hjá teimum at loypa á amerikanskar hernaðarráðgevar og afganskar herdeildir í økinum”, segði Sean Spicer, talsmaður úr Hvítu Húsunum. Hann legði aftrat, at fyrivarni varð tikið, soleiðis at sivilfólk ikki vórðu rakt av spreingini. Fíggjar- og búskaparpolitikkur

. Undir valstríðnum segði Trump at avtalur sum t.d. NAFTA, ið er eitt slag av heimamarknaði millum USA, Kanada og Meksiko, og TPP, kosta amerikonsk arbeiðspláss. Hann er ímóti fríhandilsavtalum sum TPP, TTIP og NAFTA, sum hann heldur kosta amerikansk arbeiðspláss. Hetta er í stríð við vanliga politikkin hjá Republikanska flokkinum. Trans-Pacific Partnership (TPP). Amerikanski forsetin hevur við fyriskipan 23. januar 2017 tikið USA úr eini nýggjari fríhandilsavtalu, Trans-Pacific Partnership (TPP), sum fleiri lond við Kyrrahavið, teirra millum Japan og Avstralia, høvdu gjørt við USA, Kanada og Meksiko. Undir valstríðnum fanst Trump harðliga at TPP-avtaluni, og segði millum annað at hon var "ræðulig" og at hon "neyðtók Amerika" og flutti arbeiðspláss til lond við lægri lønarlagi. Ístaðin fara vit at royna at fáa rættvísar, sínámillum handilsavtalur í lag, sum fáa arbeiðspláss og fyritøkur aftur á amerikanska jørð," sigur Trump. Fyrrverandi forsetin, Barack Obama, stuðlaði avtaluni, sum tó manglaði endaliga góðkenning í Senatinum. Vápnaeftirlit. Trump vil ikki hava strangari vápnaeftirlit, og hann vil geva fleiri loyvi at bera fjald skotvápn í teimum statunum, sum loyva tí.
 Hann er ein sterkur stuðul av vápnalógini í USA (Second Amendment) og hevur millum annað skotið upp, at lærarar eiga at kunna bera skotvápn, fyri at forða fyri hópdrápum á skúlum. Heilsupolitikkur. Heilsutrygdin Obamacare skal strikast, og í staðin skal ein onnur skipan gerast, bygd á frælsa marknaðin. Inngjaldið til hesa heilsutænastuna skal kunna dragast frá í skatti. Hann tekur ikki undir við, at allir amerikanarar skulu tvingast við lóg til at hava egna sjúkratrygging. Donald Trump hevur lovað at geva øllum krígsveteranunum viðgerð á hægsta stigi. Uttanríkispolitkkur. Egnu áhugamálini hjá USA skulu setast fremst. Teir sameindu mugu bera ein størri part av kostnaðinum av síni egnu verju. Samstundis lovar hann at herða Stríðið Ímóti Yvirgangi. Donald Trump gongur inn fyri at økja stuðulin til Ísrael, og hann vil eisini hava nýggjar samráðingar um atomavtaluna við Iran. Harumframt sigur hann at NATO-londini skulu økja teirra hernaðarútreiðslur, áðrenn tey kunnu rokna við at fáa stuðul úr USA til hernaðarlig átøk. Guantánamo. Hann ætlar sær eisini at varðveita fangaleguna í Guantánamo-víkini og at lata amerikanska herin sleppa at brúka vatntortur aftur. NATO. “Vit stuðla NATO, sum er vorðið til sum ein fylgja av tveimum heimsbardøgum, og sum hevur barst ímóti kommunismu. Men okkara sameindu mugu eisini rinda sín part av gildinum. Og tað eru teir farnir at gera. Pengarnir streyma inn. Mítt arbeiði er ikki at umboða allan heimin. Eg skal umboða USA”, segði Trump 28. februar 2017. Red Sovine. Woodrow Wilson Sovine (føddur 17. juli 1918, doyði 4. apríl 1980) var ein amerikanskur countrysangari úr Vesturvirginia. Hann var kendur undir navninum Red Sovine.. Kendasti sangur hansara má allarhelst verða "Phantom 309". Onnur kend løg eru til dømis "Little Rosa", "If Jesus Came To Your House", "Giddy Up Go", "Teddybear", "The Last Goodbye" og "Daddy's Girl". Sovine doyði av hjartaslag í Nashville í 1980. Skálafjørður (fjørður). Skálafjørður er longsti fjørður í Føroyum, har er kyrt og góð skipahavn. Við fjørðin eru 13 bygdir, tær eru Strendur, Innan Glyvur, Skáli, Skálafjørður, Gøtueiði, Skipanes, Søldarfjørður, Lambareiði, Glyvrar, Saltangará (Heiðarnar), Runavík, Saltnes og Toftir. Á eystursíðuni í firðinum er so nógv bygt nú, at tað er ilt at siga, hvar ein bygd endar og onnur tekur við. Innanfyri Saltnes er Runavík. Har verður fjørðurin kallaður Kongshavn, haðani og inneftir er Skálafjørðurin kyrrupláss. Innast í Skálafirði er bygdin Skálafjørður. Bárður Háberg. Bárður Háberg (føddur í 1979 í Havn) er ein føroyskur tónleikari, tónasmiður og tónleikaframleiðari. Saman við Óla Jógvanssyni eigur og rekur hann tónleikafyritøkuna Baroli Music. Teir framleiða løg til útlendskar sangarar, ofta spæla teir eisini fleiri av instrumentunum og mixa sangin. Teir hava samstarv umvegis alnótina við aðrar tónleika framleiðarar og skriva eisini sangir saman við øðrum sangskrivarum og tónasmiðum. Baroli Music. Bárður Háberg og Óli Jógvansson framleiða tónleik til sangstjørnur úti í heimi. Teir hava lagt seg eftir at skriva løg sum eru íoyrafallandi og lætt kunnu gerast "hitt". Teir hava m.a. framleitt tónleik til poppstjørnur í USA, Japan, Italia, Korea og Kina. Baroli Music hevði sáttmála við The Kennel/Universal Music Publishing frá 2010-2012, men er í løtuni óheft av nøkrum ávísum forlagi. Í 2011 og 2012 var stórur eftirspurningur eftir tónleiki frá Baroli Music frá stórseljandi artistunum Koda Kumi úr Japan og Elva Hsiao úr Teivan. Teir hava eisini skrivað lag til sangin "A New Law" sum niðurlendska songkvinnan Iris Kroes syngur. Hon gjørdist sera kend í Niðurlondum, tá hon vann sjónvarps sangkappingina "The Voice of Holland". Bárður og Óli hava eisini gjørt lagið FYI, sum unga sjónleikarinnan og songkvinnan úr USA, Stefanie Scott syngur, hon er m.a. kend frá sjónvarpsrøðini A.N.T. Farm á Disney Channel. Sangurin eitur kom út á iTunes hin 18. september 2012. Í september 2012 høvdu teir selt útvið eina millión eintøk av løgum teirra uttanlands. Vertur á Atlantic Radio. Bárður Háberg var eitt av starvsfólkunum, sum starvaðist á Atlantic Radio, sum var fyrsta føroyska privata útvarpsrásin, hon var í luftini alt døgnið frá 6. mai 1999 til desember sama árið. Bárður var ein av vertunum og starvaðist eisini við lýsingum og teknikki. Baroli Music. Baroli Music er føroysk tónleikafyritøka, sum framleiðir tónleik til útlendskar tónleikarar og sangarar. Tað eru havnamenninir Bárður Háberg og Óli Jógvansson, sum hava stovnað Baroli Music, teir eiga og reka tónleikafyritøkuna. Teir framleiða tónleik til sangstjørnur úti í heimi. Teir hava lagt seg eftir at skriva løg sum eru íoyrafallandi og lætt kunnu gerast "hitt". Teir hava m.a. framleitt tónleik til poppstjørnur í USA, Japan, Italia, Korea og Kina. Í 2011 var stórur eftirspurningur eftir tónleiki frá Baroli Music frá stórseljandi artistunum Kumi Koda úr Japan og Elva Hsiao úr Teivan. Í mai 2013 gjørdist tað alment, at teir báðir hava gjørt eitt lag, sum skuldi brúkast sum eyðkennislag til eina nýggja skemtirøð á Disney Channel, sum hevði arbeiðsheitið "Liv and Maddie". Á sumri 2013 brúkti Disney lagið ”Future Sounds Like Us” í samband við eitt stórt lýsingarátak. Hetta er eisini eitt lag, sum Baroli Music hevur skrivað og framleitt, og sum var við á soundtrackútgávuni ", ið lá nummar 26 á Billboard200 listanum í USA í mars 2013. Baroli Music hevur verið við til at skriva og/ella framleitt og/ella miksa tveir av sangunum í hesi soundtrack-útgávuni: "Afterparty og "Future Sounds Like Us". Báðir sangir eru framleiddir og miksaðir av Bárður, Afterparty er skrivaður av Bárður og Scott Krippayne og "Future Sounds Like Us" er skrivaður av Bárður Háberg, Óla Jógvanssyni, M.Lewis og H.Rojas. Sangurin "Afterparty" verður framførdur av Caroline Sunshine og Roshon Fegan. "Future Sounds Like Us" verður framførdur av Dove Cameron. Baroli Music hevur fyrr samstarvað við Disney-stjørnuna Stefanie Scott, ið hevur ein av høvuðsleiklutunum í Disney-sendirøðini ”A.N.T. Farm” og hevði ein høvuðsleiklut í filminum ”Frenemies”, sum eisini varð vístur á Disney-rásini. Samstarvið við Stefanie Scott fevndi millum annað um sangirnar ”FYI”,”The Girl I Used To Know” og "I Don't Wanna Let You Go", ið Baroli Music skrivaðu og framleiddu. Best umtókta lagið hjá Stefanie higartil, er "The Girl I Used To Know" ið hevur omanfyri 3 milliónir vísingar á Youtube. Sjónbandalagið til "I Don't Wanna Let You Go" hevði frumframførslu 8. apríl á Disney Channel, og var vikurnar frammanundan millum tey mest umbidnu løgini á Radio Disney, sum er ein av heimsins størstu útvarpsrásum millum ung við sínum 30 milliónum lurtarum um vikuna. Til mai 2013 vóru umleið ein hálv millión eintøk av sangum, sum teir hava skrivað ella verið við til at skrivað og framleitt, seld kring heimin. 25. februar 2014 kundu teir báðir í Baroli Music staðfesta, at videolagið "Better in Stereo", eftir at hava ligið nummar 1 á Billboard lista í 4 vikur á rað, og verið á iTunes "Soundtrack" topp-listum kring allan heim í fleiri mánaðirnar (í USA, Bretlandi, Spania, Kanada, Argentina osfr.), eisini var farið um 5 millióna markið fyri sýningum á Youtube, sum má sigast at vera tað mest sædda/hoyrda lag nakrantíð á YouTube, ið er skrivað av føroyingum. 3. mars 2014 lá studio fløgan "Bon Voyage" hjá japonsku songkvinnuni Kumi Koda sum nummar eitt í Japan á Oricon sølulistanum (Sales Chart), fløgan kom út 26. februar 2014 og lá sum nummar eitt longu fyrsta dagin á Oricon sølulistanum. Baroli Music samstarvar sum er við altjóða viðurkend feløg sum Universal Music, The Kennel Publishing, Avex, Sony og Phrased Differently. Heiður. 2014 - Vann heiðurin sum Ársins framleiðarar á FMA 2013 Bahamaoyggjar. Samveldið Bahamaoyggjar (alment enskt heiti: "Commonwealth of the Bahamas") er ein oyggjabólkur í Karibia. Høvuðsstaður eitur Nassau. Fólkatalið er umleið 353 000. Mesta fólkið er av afrikanskum uppruna, men eisini er ein hvítur minniluti. Almenna málið er enskt. Bahamas er oyggjaland, sum liggur í ein útsynning úr amerikansska statinum Florida. Í mong ár hava Bahamaoyggjarnar verið lýstar sum skattaskjól, ið gevur almenninginum sera avmarkað innlit í upplýsingar um fyritøkurnar, sum eru skrásettar har. Ferðamannavitjanin er nógv. Navnauppruni. Spaniamenn nevndu oynna "Bajamar", sum merkir grunt vatn. Søga. Tað var á oynni San Salvador í Bahamaoyggjum, at Kristoffur Kolumbus steig fótin á land, tá ið hann fann nýggja heimin í 1492. Seinni settu bretar seg niður í oyggjunum, og vóru tær bretskt hjáland til 1973. Landafrøði. Bahamaoyggjar eru um 700 koralloyggjar, ið eru stutt eystur úr strondini í Florida í USA. Politikkur. Bahamaoyggjarnar eru limir í ST, WTO og The Commonwealth. Búskapur. Nú eru oyggjarnar satt frítíðarparadís, og fólk úr øllum heiminum koma hagar. Fólk úr øllum heiminum koma at ferðast á flógvu sandstrondunum í Bahamaoyggjum. Ferðavinnan hevur alstóran týdning fyri búskapin, og stívliga helvtin av fólkinum í landinum arbeiðir á gistingarhúsum, í handlum og á matstovum. Freeport, á oynni Grand Bahama, er størsti ferðavinnubýur, og har er djúp og góð havn til stór skip, ið eru á rundferð í Karibiahavi. Bahamaoyggjar eru eisini týdningarmikil fíggjarmiðdepil, tí at skattalógirnar og avgjaldslógirnar eru so lagaligar. Í Danmark í 2010 hevur skattavaldið lagt sak ímóti 211 starvsfólkum hjá reiðarínum "Clipper", tí tey hava fingið ein part av lønini umvegis Bahamas og uttan um skattaskipanina. Skattavaldið hevur avdúkað, at Clipper rindaði starvsfólkinum ta føstu lønina ígjøgnum ta donsku skattaskipanina, men at bonuspengar vórðu goldnir umvegis Bahamas. Talan var ofta um fleiri hundraðtúsund krónur, og teir pengarnar hevur danska skattavaldið ongantíð sæð. Mentan. Um ársskiftið er lívligt á gøtunum í Bahamaoyggjum, tí at tá eru Junkanoo-skrúðgongurnar við dansi og tónleiki. Henda veitsla hevur røtur aftur í farnar dagar. Søgnin sigur, at tá ið afrikanskur høvdingi, nevdur John Canoe, var førdur higar sum trælur, lótu teir hann halda veitslu eftir afrikonskum siði. Honduras. Tjóðveldið Honduras (alment spanskt heiti: "República de Honduras") er eitt land í Miðamerika. Honduras er 112,492 km² stórt (uml. 80 ferðir so stórt sum Føroyar), og fólkatalið er 8,598,561 í 2014. Honduras hevur verið heim hjá fleiri ymiskum og týdningarmiklum indiánarastammum, herundir Mayaindiánaranum. Summi av teimum fólkunum, ið nú búgva har, eru ættað úr upprunafólkinum. Men tey flestu (umleið 90 %) hava bæði evropeiskar og amerikanskar forfedrar - "mestizar". Landið er kent fyri at framleiða og útflyta mineralir, kaffi, bananir, sukur og seinastu árini eisini klæðir til altjóða klædnavinnuna. Honduras er eitt av teimum fátækastu londunum í Latínamerika. Landið hevur stórar trupulleikar við bandarelateraðum harðskapi, og meira enn helvtin av øllum íbúgvunum liva í fátækradømi. Høvuðsstaðurin eitur Tegucigalpa. Búskapur. Landbúnaður er týdningarmesti vinnuvegurin í Honduras. Bananútflutningurin er sera týdningarmikil fyri búskapin í Honduras. Bananir úr Honduras verða fluttar um allan heim. Mestu bananirnar verða dyrkaðar í ovurstórum lundum, helst við "La Lima" í Landnyrðingshonduras. Arbeiðsdagurin er langur og strevin, og fólkið fær lítla løn. Allan dagin bera tey, sum skera, "banantyssi". Tyssini viga eini 40 kg. Tá ið bananirnar eru skornar, verða tær vaskaðar, flokkaðar, vigaðar og pakkaðar til útflutnings. Ríkir góðseigarar sita við tí mesta av jørðini, teir leiga so burturav til bøndurnar tað, sum teir ikki dyrka við sínum arbeiðsfólki. Lønin er lág, og korini hjá arbeiðsfólkinum og bóndunum eru trong. Flestu fólkini í Honduras eru enn fátækir bøndur ella bønarfólk. Mong eru arbeiðsleys (nú á døgum er 27,9 % av fólkinum er arbeiðsleys), og ofta er hungur og hall. Tað nógva av fólkinum dugir hvørki at skriva ella lesa. Veðurlagið í Honduras er lýtt og slavið, og tí verður nógv frukt dyrkað í landinum, og í mong ár hava bananir verið størsti og týdningarmesti vinnuvegur. Men nú er Honduras eisini farið at flyta út sukur, kaffi og kjøt. Mesta fólkið eru fátækir bøndur, sum dyrka bønir, mais og rís til egna nýtslu. Lívið er harðført, og hungur nívir mong fólk. Jørðin er ójavnt býtt, ríkar ættir og fruktfeløg eiga 60 % av jørðini. Fólkið. Fleiri enn 8,5 mió. fólk búgva í Honduras, tey flestu á bygd ella í smáum býum. Meiri enn helvtin av fólkinum býr á bygd. Flestu tala spanskt ella okkurt indiánskt mál. Fólkið er blandað. Flestu fólk í Honduras eru mestitsar - fólk, ið eru ættað frá indiánum og evropearum, sum komu hagar í 16. øld. Eftirkomarar eftir afrikanarar, ið vórðu fluttir til Karibia sum trælir, eru eisini. Summi er evropear ella indiánar. Sum allastaðni í Latínamerika, har spaniólar komu, er fólkið katolikkar. Nógv tað mesta fólkið livir av landbúnaði. Politikkur. Interamerikanska Mannarættindanevndin (stytt IACHR) hevur biðið myndugleikarnar í Honduras um at verja limir í MAO (stytting fyri Environmental Movement of Olancho). Myndugleikarnir hava tó ikki enn syrgt fyri hóskandi verju. Arbeiðið hjá MAO er blivið nógv avmarkað, tí limirnir hava verið noyddir at avmarka arbeiði teirra av ótta fyri álopum. Í hesum árum verður sera nógv skóg feld í Honduras. Í Honduras er 35 % av skógunum blivnar burtur uppá bert 15 ár (1990 til 2005). Hetta ávirkar langtíðar livikorini hjá fólkinum á negativan hátt og skapar grundarlag fyri enn størri trupulleikum við fátækradømi. Orsøkin er, at nógv av teimum fátækastu eru tengd at, hvat tey kunnu finna í skóginum, bæði til inntøku og føði. Enn ein munandi forðing fyri betran av umhvørvinum er, at umhvørvismyndugleikarnir sum heild eru veikir. Myndugleikunum vanta lutvíst orku at handhevja politikk, ætlanir, lógir og sáttmálar, sum landið hevur samtykt, og lutvíst verður starv teirra gjørt truplari orsakað av vantandi rættartrygd og av mutri. Landafrøði. Veðurlagið er heitt og slavið, plantur, trø og frumskógardjór trívast væl við blotarnar fram við strondini og í teim høgu fjøllunum. Veðurlagið er tropiskt, og tað regnar illa, tó ikki heilt úti við eysturstrondina. Har vaksa regnskógir, og teir dyrka til dømis sukur, kakao og bananir. Tað slavna, heita veðurlagið er ringt fyri heilsuna, og fepursjúkur eru sera vanligar. Inni á háfløtunum er veðurlagið turrari, og har býr mesta fólkið. Har dyrka teir eisini mais, og tað er tað mesta, tey liva við, teir dyrka eisini bummull og kakao, og har vesturi í landinum dyrka teir kaffi. Landslutir. Á kortinum er Honduras býtt í 18 øki. Honduras er býtt sundur í 18 landslutir. Kosta Rika. Tjóðveldið Kosta Rika (á sponskum "República de Costa Rica") er eitt land Miðamerika. Ólíkt øðrum miðamerikanskum londum hevur friður valdað í Kosta Rika. Høvuðsstaðurin eitur San José. San José er í hálendinum mitt inni í landinum, við høvuðsvegin ímillum amerikonsku heimspartarnar. Búskapur. a>, bananir og sukur, og ógvuliga væl veksur í fruktagóðu gosøskumoldini. Í Kosta Rika, sum er ein av heimsins størstu útflytarum av bananum, er eitt slag av undantaksstøðu lýst fyri bananbøndurnar í landinum í 2013, tí ullarlýs hava gjørt, at ein fimtingur av kostarikansku banangrøðini longu nú er burturbeindur. Nú stúra myndugleikarnir fyri, at landið ikki megnar at liva upp til longu gjørdar handilsavtalur. Úr kostarikanska landbúnaðarmálaráðnum verður sagt, at tað eru veðurlagsbroytingarnar, sum gera, at ullarlúsin er farin at gera nógv meira um seg. Lúsin ger plantuna veikari og bananin fær blettir, sum gera, at keyparin ikki skoytir um hana. Samstundis sum Kosta Rika hevur stórar trupulleikar, vísir amerikansk gransking, at ein soppur hóttir banangrøðina aðrastaðni í heiminum. At byrja við hildu vísindafólk, at soppurin Fusarium oxysporum f. sp.cubense var avmarkaður til Avstralia og partar av Ásia, men soppurin er nú eisini staðfestur í bæði Jordan og Mosambik. Og nógv halda tað bara vera ein spurning um tíð, áðrenn soppurin eisini kemur til Latínamerika. Hendir tað, kunnu soppurin og ullarlúsin í felag hótta alla banangrøðina í latínamerikansku londunum og oyggjalondunum í Karibia. Heili 80 prosent av heimsins bananum koma úr hesum londunum. Størsti havnabýur er Limón á eysturstrondini við Karibiahav. Meira enn helvtin av øllum fólkum í Kosta Rika býr á fruktagóðum háslætta, við høgum gosfjøllum uttanum. Á øllum slættanum eru smágarðar, og har velta tey t.d. rís, sukur, kaffi og mais. Í San José verður nógv frukt, ið veksur í dølunum tætt við, virkað og pakkað. Býurin var miðdepil fyri tubbaksdyrkan, tá ið spaniamenn ráddu har, og gjørdist høvuðsstaður í 1823. Atlantsjarnbreytin, gjørd liðug í 1890, varð mest løgd til at flyta kaffi úr lundunum og oman til útflutingshavnirnar á eysturstrondini. Trupult var at leggja jarnbreytina, og mangir túsund verkamenn doyðu. Breytin gjørdist so dýr, at landið kom sær í stóra skuld. Kosta Rika var fyrsta land í Miðamerika, sum fór at dyrka kaffi, og í meiri enn 100 ár var kaffi týdningarmesta útflutningsvøran. Tað hevði við sær, at búskaparstøða landsins var eftir, hvat fekst fyri kaffi á heimsmarknaðinum. Kaffi verður gjørt úr fruktini av kaffitrænum, sum veksur best í turrari, væl veittari jørð. Kaffitræið skal hava heitt veður, men ikki ov heitt, og veksur best í skugganum av stórum trøum. Tað kann bera nógvan ávøkst í eini 15 ár. Kaffitræið verður um 3 m høgt. Blómurnar hava søtan anga og følna eftir 3 til 4 døgum. Kaffifruktin minnir nógv um kirsuber. Fruktin er fyrst myrkagrøn, so gul og at enda reyð, tá er hon búgvin. Kaffi verður malið úr báðum bønunum inni i fruktini. Kaffibønirnar verða hentaðar við hond. Royndur hentari hentar eini 25 kg um dagin. Politikkur. Kosta Rika var einaferð avtakið við regnskógi, og har vuksu til dømis mahogni og tropiskur setrisviður. Men nú er næstan eingin skógur eftir, hann er høgdur niður, tí at har var nógvur dýrur viður, og tí at lendið mátti leggjast inn til kaffilundir. Myndugleikunum er greitt, at verður skógartýningin ikki tálmað, hvørvur bæði plantulívið og dýralívið, og tí varð farið at friða skógin. Nú eru um 23 % av regnskógunum, ið eftir eru, friðað øki og tjóðargarðar. Ríkidømi. Kosta Rika er í mongum førum ólíkt grannalondum sínum í Miðamerika. Har er friðarligt, og síðan 1949 hevur eingin herur verið í landinum. Landið er eisini sera ríkt borið saman við grannalond síni. Skúlagongdin er ókeypis, og rættiliga stórur partur av fíggjarlógini verður nýttur til skúlaverkið. Fá fólk eru fátæk í Kosta Rika, og miðallívsævin er tann hægsta í Miðamerika. Dýralívið. Í Kosta Rika eru flest sløg av vakstrar- og djórasløgum í mun til støddina á landinum enn nakra aðrastaðni í heiminum. Millum sjáldsomu fuglarnar í Kosta Rika er Vangabláa kolibriin, ið er, bara 12 cm long. Hon hongur still í luftini og sýgur hunang úr blómum við langa nevi sínum. Á surruflogi, tá ið hon hongur still í luftini, láta veingirnir einar 55 ferðir um sekundið. Sierra Leona. Tjóðveldið Sierra Leona (á enskum: "Republic of Sierra Leone") er eitt lítið land í Vesturafrika. Sierra Leona hevur mark við Liberia og Guinea. OECD (stytting fyri "Organisation for Economic Co-operation and Development" hevur flokkað landið í bólkin "heimsins fátækastu lond". Meiri enn 51 % hava trupulleikar við at fáa reint vatn at drekka. Tað eru verri enn so øll, sum hava vatn innlagt í húsini. Og tó at so er, so er tað so skitið, at tað ikki er drekkandi. So vatn at drekka og til matgerð má heintast við spann úti i býnum. Og sum so mangt annað, er hetta eisini ein av uppgávunum hjá kvinnunum og børnunum. Mong fólk búgva í fátækrabýlingum, har sum hvørki er reint vatn ella toilett. Søga. Í 1787 tóku bretar hetta landøkið og stovnaðu eitt ríki, ið varð ætlað leyslatnum afrikonskum trælum. Soleiðis fekk høvuðsstaðurin, Freetown, navn sítt. Enn eru nakrir eftirkomarar eftir hesar trælir, teir verða nevndir "kreólar". Búskapur. Fylgisveina mynd av Sierra Leona. Sierre Leona er eitt av teimum fátækastu londunum í Afrika. Nógvu steinsløgini í jørðini í Sierra Leona hava gjørt námsvinnu til týðandi vinnu, og teir útvinna eina mest av diamantum. Mekanisk amboð verða nýtt til útvinningina, men gimsteinarnir verða eisini høgdir úr klettunum við hond og skolaðir fram í áunum. Onnur steinsløg til útflutnings eru jarnmálmur, bauxit (sum aluminium verður gjørt úr) og rutile (sum titanium verður gjørt úr). Landbúnaður. Sierra Leona er av fátækastu londum í heiminum, og tríggir fjórðingar av fólkinum liva av landbúnaði. Týdningarmesta útflutningsgrøðin eru kaffi, nøtir, kakao og pálmakjarnar (fræ, ið olja verður vunnin burturúr). Høvuðsgrøði er rís, sum verður dyrkað í áardølunum. Fjallarís verður dyrkað í dalslíðunum, og mýrirís í dølunum, sum standa undir í vatni í regntíðini. Roynt hevur verið at vaksið og ment rísgróðurin, t.d. við at fella skógin í mangrovumýrunum og leggja lendið inn til rísmarkir. Diamantar. Fyri eitt land sum Sierra Leone hevur stóra diamantríkidømið verið ein vanlukka, men t.d. Botsvana, sum eisini hevur stórt diamantríkidømi, hevur havt størsta búskaparvøkstur í heiminum seinastu 40 árini. Ólógligur handil av diamantum er ein av størstu inntøkukeldunum hjá uppreistrarherinum (Revolutionary United Front, RUF) í Sierra Leona, og heldur ólógligi handilin av diamantum sostatt lív í uppreistrarstríðnum í landinum. Stórur partur av ólógliga handlinum hjá RUF gongur ígjøgnum grannalandið Liberia. Trygdarráð Sameindu Tjóða ásannar týdningin, ið altjóða lógligur handil við diamantum hevur fyri menningina av fleiri londum, og hevur í hesum sambandi heitt á stjórnina í Sierra Leona um at útvega eitt upprunaloyvisbræv, soleiðis at lógligur handil við diamantum ikki verður raktur av altjóða handilstiltøkum. Í 2005 heiti Amnesty International serliga á altjóða gimsteinaframleiðarar og sølufyritøkur í eini roynd at syrgja fyri, at gimsteinar úr krígsherjaða Sierra Leona ikki komu á altjóða marknaðin. Amnestylimir mótmæltu uttanfyri gimsteinahandlar í Amerika, og aðrir limir luttøku í kjaki við Hoge Raad voor Diamant í Belgia og DeBeers-bólkin, sum er heimsins størsta gimsteinafyritøka. Tað er bannað at flyta óslípaðar diamantar úr Sierra Leona til Føroya beinleiðis eins væl og óbeinleiðis uttan mun til, hvar teir hava sín uppruna. Fólkið. Í Sierra Leona búgva góðar 5,3 milliónir fólk. Fjølmentastu fólkasløgini eru mendafólkið fyri sunnan og temnafólkið fyri norðan. Seinastu árini hevur stríð ímillum ættarbólkar elvt til borgarakríggj. Politikkur. ES hevur útgivið sín svartalista yvir vandamikil flogfeløg. Millum nøvnini á teimum flogfeløgum sum hava vánaliga trygd, og fáa sostatt ikki loyvi at flúgva til ES, eru t.d. øll flogfeløgini í Sierra Leona, Guinea og Liberia. Restin av listanum stendur av nýggju feløgum, har er eitt felag úr Norðurkorea, eitt í Afganistan, tvey frá Kasakstan, tvey frá Kirgisia, eitt úr Teilandi og eitt úr Ruanda. Í alt 90 feløg. Barnarættindi. Á skúla í Sierra Leona. Sierra Leona er tað landið í heiminum har flest smábørn líða krubbudeyðan. Tað doyggja 2 000 av hvørjum 100 000 børnum ið verða fødd. Mangar fráboðanir eru eisini, serliga úr londum í Vesturafrika, har børn verða tikin sum barnasoldátar. Í 2010 er m.a komin ein drúgv frágreiðing um barnasoldátar í Sierra Leona. Í vápnaðum bardøgum verða børnini ofta álopin og dripin, tí at tey umboða framtíðina. Í Sierra Leona eru eisini 300 000 foreldraleys børn. Børn, sum liva á gøtuni, liva av at bidda, stjala og lata seg kynsliga misnýta. Tey enda ofta í fongsli, og fleiri frásagnir eru um, at fólka gjalda fyri at fáa tey ruddaði av gøtuni sum annað órudd. Og tá ið skøkjulevnaður eisini er ein trupulleiki í Sierra Leona, so ger hetta heldur ikki støðuna betri. Hetta eru ofta mammur, sum hava mist mannin, og sum tí ikki klára at forsyrgja sær og børnunum, og tí ikki síggja annan møguleika, enn at fara út í søkjulevnað. Ein av stóru og syrgiligu trupulleikunum í Sierra Leona, sum so nógva aðrastaðni í Afrika, er eyðkvæmi. Tað eru nógv fólk, sum eru HIV smittaði ella hava AIDS. Og er hetta ein av orsøkunum til, at tað eru so nógv foreldraleys og heimleys børn. Come er ein føroyskur felagsskapur, sum arbeiðir í Sierra Leona, og hevur til endamáls at hjálpa teimum í hava ov tungar byrðar at bera. Høvuðsarbeiði hjá Come er eitt barnaheim, har fimm foreldraleys børn búgva og í løtuni verður arbeitt við at taka 2 børn afturat. Ætlanin er at hava 10 børn áðrenn 2012. Annars ger Come eisini annað hjálpararbeiði í Sierra Leona. Felagsskapurin eigur m.a. eisini jørð sum verður nýtt til at dyrka leyk, korn og kasavarøtur, umframt at tey hava hønur og dunnur. Alt til matna til tey, sum búgva á heiminum. Uttanríkisráðið hevur gjørt av at samstarva við føroyska felagsskapin COME, sum stendur fyri "Christian on Mission Extension", og hevur latið felagsskapinum 138.500 kr til arbeiðið teirra í Kwama í Sierra Leona. Játtanin frá Uttanríkisráðnum skal brúkast til at gyrða inni jarðarøkið og til at byggja ein vatnbrunn. Ætlanin er, at arbeiðið skal taka 4 vikur. Tað verða 17 fólk, sum skulu gera arbeiðið, 7 føroyingar og 10 fólk úr bygdini Kwama, ið er stutt uttanfyri Freetown í Sierra Leona. Endamálið er at stuðla foreldraleysum børnum at tey fáa eitt heim og kunnu ganga í skúla. Tey fáa sostatt møguleika at byggja upp eina tilveru, har tey kunnu læra og klára seg sjálvi. Harumframt er talan um lønandi arbeiði hjá teimum, sum starvast á heiminum. Føroyingarnir fáa royndir at arbeiða við altjóða menningarsamstarvi og koma at kenna tær treytir, sum eru galdandi við tílíkum arbeiði. Monique Alfradique. Monique de Araújo Alfradique (fødd 29. apríl 1986 í Niterói) er sjónleikari úr Brasil. Hon hevur spælt leiklutir bæði í sjónvarpsrøðum, í spælifilmum og á palli. Sameindu Emirríkini. Sameindu Emirríkini ella Sameindu Arábisku Emiratir (á arábiskum "دولة الإمارات العربية المتحدة" á enskum "UAE - United Arab Emirates") er eitt land í Miðeystur. Landið hevur mark við Saudiarábia í suðuri og við Oman móti eystri. Høvuðsstaðurin er Abu Dhabi og størsti býurin er Dubai. Landafrøði. Sameindu Emirríkini eru syðrumegin við Persaflógva. Tríggir fjórðingar av hesum islamska ríkinum eru sandoyðimørk, har tað er ógvuliga heitt og turt alt árið. Bara heilt lítil partur er nýtiligt dyrkilendi, og næstan øll matvøra verður innflutt. Sameindu Emirríkini eru samgonga av sjey smáum emiratum: Abu Dhabi, Ajman, Dubai, Fujairah, Ras al-Khaimah, Sharjah og Umm al-Qaiwain. Hvør emirur hevur einaveldi í sínum ríki, men teir hittast javnan at taka avgerðir, sum eru fyri alt samveldið. Abu Dhabi er størsta emirríkið, og høvuðsstaðurin har er eisini samveldisshøvuðsstaður. Emiratini eru tilsamans 83.600 ferkilometrar til støddar, ella umleið tað dupulta av Danmark. Politikkur. Emiratini eru eitt av teimum meira frísinnaðu arábisku londunum. Víst hava tey ikki fólkaræði í okkara merking, men tey hava eitt "gott" einaræði, sum hevur umsorgan fyri fólkinum. Í Emiratunum kenna tey t.d. einki til tá átrúnaðarligu intoleransu, sum vit hoyra so nógv um í samband við Islam. Her eru eisini kristnar kirkjur av ymiskum slag. Talufrælsi. 17. juli í 2006 varð Mohammed al-Mansoori handtikin, eftir at hann hevði gjørt samrøðu við eina arábiska sjónvarpsrás, ið sendir yvir fylgisvein, um stríðið í Libanon. Mohammed al-Mansoori er formaður fyri løgfrøðingafelagnum í Sameindu Arábisku Emiratunum. Hetta er ein óheftur felagsskapur av dómarum, sakførarum og løgfrøðiligum serfrøðingum. Felagsskapurin hevur staðið fyri fundum um ymisk mannarættindaevni. Hann varð ákærdur fyri at "hava æruskemmað almenna ákæran". Hann varð latin leysur uttan ákæru. Í august 2006 varð hann aftur handtikin og hildin aftur í 2 dagar. Tá hann varð leyslatin, varð hald lagt á pass hansara. Orsøkirnar til handtøkurnar eru framvegis ikki greiðar. Bæði Mohammed al-Mansoori og Mohammed Abdullah al-Roken hava í fleiri ár verið noktaðir at gera samrøður ella at skriva greinar. Í september í 2005 settu myndugleikarnir í Emiratinum Fujairah forboð fyri einum fundi um borgaralig rættindi, rættindi hjá kvinnum og fólkaræði, sum felagsskapurin hevði skipað fyri. Eingin grundgeving varð givin fyri forboðnum. Átrúnaður. Hevur religión týdning í gerandisdegi tínum? Henda spurning hevur Gallup sett í 138 ymiskum londum. Egyptaland er einasta land við 100 prosentum, meðan í til dømis Senegal, Indonesia, Sierra Leona, Malavi, Marokko og Sameindu Arábisku Emiratunum er talið 98 prosent. Oljuvinna. Meiri enn 65 % av allari olju, vit nú vita um, er í londunum við Persaflógva, og hiðani kemur triðingurin av allari olju, sum heimurin framleiðir um dagin. Í 1958 varð olja funnin, hon hevur gjørt Emirríkini til eitt av heimsins ríkastu londum, og hjá flestum fólkum eru lívskorini heilt góð. Fram við strondini eru mong stór oljureinsiverk. Fiskiskapur. Tað er ikki frítt fyri fiskar í í sjónum hjá Emiratunum, og teir hava eisini eina handilsavtalu við ES um handil við fiski, serliga tun. Sjóøkið hjá Emiratunum er 84.000 ferkilometrar av grunnum sjógvi, grynri enn 40 m. Her verður veitt rættiliga fitt. Tað eru 8.000 bátar við 20.000 fiskimonnum, og veiðan er 115.000 árliga. Hetta ger Emiratini til fjórðstørstu arábisku fiskivinnutjóð og ta næststørstu í flógvanum. Týdningarmesta fiskaslagið er tun, men her eru eisini rækjur, krabbar, hummari, høggislokkur og onnur fiskasløg. Ferðavinna. Ferðavinnan veksur skjótt í Sameindu Emirríkjunum. Um 50 000 fólk, meginparturin úr Evropa, koma higar, helst um veturin, tí at tá er veðurlagið lýtt og gott. Tað, ið dregur fólk, eru oyðimarkarferðir, tollfríir handlar, basarar, strendur og frálík gistingarhús. Byggivinna. Nýggir stásiligir býir eru bygdir, og mangir fremmandir verkamenn eru komnir hagar at arbeiða. Heimsins hægsti bygingur eitur Burj Dubai ella Burj Khalifa, og hann liggur - sum navnið bendir á - í landslutinum Dubai, sum er partur av Arábisku Emiratunum. Tann 4. januar í 2010 læt hann dyrnar upp fyri fyrstu ferð, og níggja hæddarmetið, tá vit tosa um hús, eitur nú 828 metrar. Arkitekturin Adrian Smith úr USA hevur teknað Burj Dubai, sum hevur kostað seks milliardir krónur at byggja. Tað eru í høvuðsheitum íbúðir og skrivstovur, sum skulu húsast í risaháhúsinum. Kitty Wells. Ellen Muriel Deason (fødd 30. august 1919, deyð 16. juli 2012), betri kend undir navninum Kitty Wells, er ein amerikanskur tónleikari, guitarspælari, sangari og sangskrivari. Hon hevur havt eitt sera virkið tónleikalív. Hon hevur verið virkin í amerikanska tónleikalívinum síðan hon var heilt ung. Wells byrjaði sum sangari og sangskrivari í 1930-árunum. Hon byrjaði av álvara at spæla tónleik alment sum sangari í bólkinum "Deason Sisters" í 1936. Hon byrjaði at spæla guitar, tá hon var bara 14 ára gomul. Kitty Wells giftist í 1937 við Johnnie Robert Wright Junior, vanliga nevndur Johnnie Wright (1914-2011). Wright er eisini ein sera kendur countrysangari úr Tennessee. Kitty Wells telist millum allarstørstu countrysangararnar nakrantíð. Hon yrkti nógvar sangir og sálmar. Teir kendastu eru "It Wasn't God Who Made Honky Tonk Angels", "Heartbreak U.S.A.", "I Can't Stop Loving You" og "Dust On The Bible". Faroe Farming. Faroe Farming p/f var alifyritøka við heimstaði í Vági, sum rak alivinnu við laksaframleiðslu á landi og á sjógvi. Felagið varð uppkeypt av Bakkafrost í 2017. Felagið hevði egið kryvjivirki og keypti í 2011 stóran virkisbygning á havnalagnum í Vági (áður Polarfrost) til hetta endamál. Seinast stjórar í fyritøkuni vóru Egill Steintórsson og Erhard Joensen. Í 2011 varð fyritøkan kosin Ársins vakstrarfyritøka 2011 av Business-Line. Ein av orsøkunum til heiðurin var, at fyritøkan hevði havt ein vøkstur í bruttovinningi uppá sløk 500% frá 2007 til 2010. Í 2007 var bruttoúrtøka felagsins slakar 12 mió kr, meðan hon kom upp á slakar 70 mió kr. í 2010. Framgongdin er sostatt sløk 500% og nógv tann størsta, sum eitt føroyskt partafelag kann vísa á tey seinastu 4 roknskaparárini. Í 2011 starvaðust umleið 55 fólk hjá Faroe Farming. Størsti eigarin í 2011 í P/F Faroe Farming var P/F Havsbrún (umleið 80%) og P/F Suðuraling (umleið 20%). Bumbuatsókn í World Trade Centre. Bumbuatsókn í World Trade Center í 1993: New York City var fyri sínari fyrstu yvirgangsatsókn í 1993, tá ið sterk bumba sprongdist á bilstøðli niðast í World Trade Center á Manhattan. Bumban gjørdi stóran skaða, og húsini fyltust við royki heilt upp á 96. hædd. Hundraðtals fólk vórðu roykeitrað og mong runnu upp á tekjuna, haðan tyrlur flutti tey burtur. Tveir tímar vóru teir um at sløkkja eldin. Fimm fólk doyðu, og fleiri hundrað vórðu skadd. Hetta var fyrsta slíka bumbuatsóknin í USA, og hon skelkaði alla tjóðina. Løgreglan helt, at muslimskir fundamentalistar høvdu lagt bumbuna sum hevnadaratgerð fyri amerikanska uttanríkispolitikkin í Miðeystri. FBI setti øll tiltøk í verk at taka tey seku. Og í 1995 vóru seks muslimskir arábar handtiknir og seinni funnir sekir í at hava lagt bumbuna. Fólk stúrdu fyri, at bumbuartsóknin var byrjanin til meiri muslimskan yvirgang í USA. Benin. Tjóðveldið Benin (á fronskum "République du Bénin") er eitt vesturafrikanskt tjóðveldi, sum móti vestri hevur mark móti Togo, móti eystri er markið móti Nigeria og í norðan móti bæði Niger og Burkina Faso. Søga. Seinast í 17. øld vórðu grundað nýggj ríki sum Denkyira, Dahomey (Benin) og Asante í Vesturafrika. Ríkini vórðu væl skipað og løgdu stóran dent á handil, helst úti við strendurnar, og semja var um at forða fyri, at evropeiskar handilsmenn løgdu seg oman á handilin. Denkyira og Asante vóru í Akanlandinum við Gullstrondina. Fyri ikki at koma at standa undir Dahomey fluttu ymsir ættbólkar norðureftir og fingu ræðið í handilsbýnum Tafo. Um 1680 grundaði asantehøvdingurin Osei Kofi Tutu I (1680-1717) nýtt kongsríki, kallað Asante, við høvuðsstaði í Kumasi, hann fekk tignarheitið "asantehene". Osei fekk sær sín egna her, sum í 1701 sigraði á Denkyira og slapp Asante undan at rinda skatt. Í 1717 fell Osei í einum marknabardaga, men tá var Asanteríkið savnað. Eftirmenn hansara vuksu nógv um kongsríkið við herferðum og skilagóðum handilsvirksemi. Á hvørjum ári savnaðist asantefólkið á stórari stevnu. Tey fegnaðust um vald ríksins. Landafrøði. Sum grannalandið fyri vestan, Togo, er Benin langt, smalt land, frá strondini við Atlantshav og norður at Nigerá. Búskapur. Landið er fátækt, men har gongur framá búskaparliga. Uttanlandshandilin, helst handilin við landbúnaðarvørum, sum til dømis kakao, kaffi og bummull, er nógv vaksin. Mentan. Vesturafrikonsk list varð gitin víða um. Niðurlendingar, sum komu hagar í 1500-1600, bóru Beninbý saman við t.d. Amsterdam í Evropa. Handverkararnir úti við strendurnar gjørdu træskurðir, saltíløt úr fílabeini, skeiðir, gaflar, armbond, veiðihorn og vóvu klæði. Inni í landinum í Benin vórðu træskurðir, stoyttar metalmyndir, og skornar myndir úr viði, steini, fílabeini, messingi, leiri og bronsu gitnast og best umtóktar. Í sambandi við ymsar siðir bóru obain og høvdingar hansara prýðilig vápn. Fólkaræði. Landið, sum áður æt Dahomey (gamlanavn sítt "Benin" fekk tað aftur í 1975), loysti frá Fraklandi í 1960. Síðan tá hava fleiri hernaðarstýri skiftst um at stýra, og landið hevur eisini havt einflokkaskipan. Benin var fyrsta land í Afrika, sum skifti frá einflokkaskipan til fólkaræðiliga fleirflokkaskipan. Tað var í 1991. Deyðarevsing. Í Benin er deyðadómur. Í løtuni eru í minsta lagi 14 fólk dømd til deyða í Benin. Ongin hevur verið tikin av døgum í Benin tey seinastu tjúgu árini, hóast revsilógin hevur loyvt deyðarevsing. Seinasta deyðarevsing í Benin fór fram í 1987. Tjóðartingið atkvøddi í 2011 fyri at ratifisera altjóða sáttmálan, sum bannar deyðarevsing. Tel Aviv-Jaffa. Tel Aviv-Jaffa (Hebraiskt: ‏תל אביב-יפו‎ Tel Aviv-Jafo) er størsti býurin í Ísrael og miðdepil í ídnaði og handli. Fyrr vóru býirnir tveir, men Tel Aviv vaks skjótt, og í 1949 varð hann lagdur saman við grannabýin, gamla havnabýin Jaffa. Tel Aviv-Jaffa hevur 405.300 íbúgvar (2012). Deyðahav. Í Deyðahavinum er einki livandi. Deyðahav er eitt vatn, sum liggur á markinum millum Ísrael og Jordan. Eingin á rennur úr vatninum, sum er saltasta vatn í heiminum. Tað er eisini lægsta vatn í heiminum: 420 metrar lægri enn sjógvurin. Einasta stóra á, sum rennur í Deyðahavið er Jordanáin. Tað regnar bara umleið 100 mm um árið í norðara enda av vatninum og umleið 50 mm um árið í syðra enda. Saltið hevur áarvatnið tikið úr jørðini og borið hagar. Deyðahavið dýpist ikki, tí veðurlagið er so heitt har, at vatnið guvar burtur, so skjótt sum tað kemur í tað, saltið liggur eftir. Sum tíðin er liðin, er so nógv salt savnað saman, at tað loysir seg at høgga og selja tað. Í Deyðahavinum eru 28 % av salti. Alternativar viðgerðir við vatni og leiri úr Deyðahavinum. Nógv fólk vitja Deyðahavið fyri at fáa viðgerð fyri húðsjúkúku ella slitgikt. Við Deyðahav baða ferðafólk sær í runu, tí tað verður hildið at vera gott fyri húðina. Tað eru serliga fólk við húðsjúkum sum psoriasis og eksem, sum fáa sær hesa viðgerð. Tað eru eisini viðgerðir fyri fólk við slitgikt, sum fáa pakkar við mineralríkum leiri úr Deyðahavinum løgd á sjúku liðini. Kanningar sum Ben-Gurion University hevur gjørt hava víst, at henda viðgerð kann geva linna saman við vanligum heilivági frá læknavísindini.. Beth Goulart. Elisabeth Xavier Miessa (fødd 25. januar 1961 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Hon er dóttir sjónleikararnar Paulo Goulart and Nicette Bruno. Hennara fyrsta luttøka innan sjónvarp var í 1975 í teleteatro "Alô, Alguém aí?", William Saroyan, ið TV Cultura sjónvarpsrásin sendi. Hennara fyrsti leiklutur sum sjónleikari var í 1976 í skemtirøðini "Papai Coração" ið varð sent á sjónvarpsrásini TV Tupi. Hon hevur spælt í nógvum sjónvarpsfilmum og røðum og í biograffilmum og á palli í sjónleikum. Effo. Effo - Føroya Orkufelag er føroysk fyritøka, sum selur olju og bensin bæði til privat og til vinnukundar. "Effo" letur oljuúrdráttir til føroysk og útlendsk skip í Føroyum, til flogfør, virkir og stovnar. "Effo" hevur støðir kring alt landið har felagið eisini hevur matvøruhandlar. Matvøruhandlarnir vórðu nevndir Fast líka fram til 2020, tá nevndin valdi at leggja heitini "Effo" og Fast saman, so alt nú eitur "Effo". Umleið 200 fólk arbeiða hjá "Effo". Søga. Effo hevur fyrr havt útlendska navnið Statoil, og áðrenn tað var navnið Esso. Tað vóru Trappubrøðurnir í Havn, sum byrjaðu virksemi við at innflyta og selja olju fyrst í 20. øld. Oljan varð innflutt í trætunnum. Fyrsta goymslan var í Kollafirði. Ein av brøðrunum, Harald Haraldsen, gjørdist í 1918 umboð fyri S - DDPA. Fyrstu oljutangarnir í Havn komu í 1935, tá Valdemar Lutzen umboði DDPA. Esmar Fuglø legði í 1949 Føroysk Oljusøla saman við DDPA, sum tá var blivin partur av oljufelagnum Esso. Í 1950-unum var hend stór menning av føroyska samfelagnum, og oljufelagið víðkaði um sítt virksemi, keypti oljuskip og bygdi bensinstøðir við navninum Esso. Í 1987 broytti fyritøkan navnið til Statoil, og í 1998 bleiv Føroya Oljufelag partur av Statoil. Í 2007 keyptu føroyingar ein part burturúr norska Statoil og fyritøkan skifti tá navn til "Effo". Navnið sipar til bókstavirnir fo, sum er stytting av Føroya Orkufelag, og samstundis eru bókstavirnir eisini altjóða stytting fyri Føroyar og verður t.d. brúkt í endingunum á heimasíðu adressum. Magn. Magn er føroysk fyritøka, eitt orkufelag, sum selur bensin, olju og aðrar oljuúrdráttir til privat og vinnukundar í Føroyum. Høvuðsskrivstovan hjá Magn er á Viðarnesi í Havn, og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á Tvøroyri. Í 2011 starvaðust 140 fólk hjá Magn, tað svaraði til 84 ársverk. Magn hevði tá 11 støðir kring landið og 14 tangabilar sum koyra olju til skip, virkir og húsarhald í Føroyum. Søgan. Søgan hjá Magn byrjaði í 1925, tá Christian Holm Jacobsen byrjaði sítt virksemi sum Shell-umboð í Føroyum. Hann tók kappingina upp við Det Danske Petroleums Aktieselskab, DDPA, sum frammanundan var umboðað í Føroyum, og sum seinni bleiv til Esso. Fyrstu árini vóru tunnur við olju skipaðar upp á Shellbrúnna, sum nú liggur undir Vestaru Bryggjua. Fyrst í 1930-árunum varð útbygt við oljutangum á Viðarnesi og aðrastaðni í landinum. Krígsárini var Føroyar sum kunnugt avskorið frá Danmark, sum varð hersett av týskarum, og tí gjørdist Shell einasti veitari av olju í Føroyum, teir veittu eisini olju til kundarnar hjá DDPA hetta tíðarskeiðið. Tað var Ministry of Fuel í London, sum tryggjaði føroyingum olju. Christian Holm Jacobsen gavst sum umboð fyri Shell í 1953, og tá bleiv felagið umskipað og fór undir Dansk Shell A/S. Nýggjur stjóri gjørdist Conrad Joensen, sum sat í stjórasessinum til Hjarnar Djurhuus tók yvir í 1969. Haakon Djurhuus tók við stjórastarvinum í 1997. 29. mai 2007 bleiv Shell Føroyar selt úr Shell Group til P/F Fonns. Felagið skifti navn til P/F Føroya Hedda, men helt annars fram við virkseminum sum Shell-umboð í Føroyum. 1. oktobur 2007 var aftur stjóraskifti, tá Hendrik Egholm tók við starvinum. 1. apríl 2009 skifti felagið navn frá P/F Føroya Hedda til P/F Magn, men eins og áður var felagið framhaldandi einaumboð av Shell vørum í Føroyum. Í mai 2009 varð Magn enn eina ferð selt. Hesa ferð til Hedda Eigarhaldsfelag. Magn-støðir. Fyrsta støðin hjá Magn, sum tá nevndist Shell, læt upp á Frælsinum í Havn ólavsøkuaftan 1970. Magn hevur bensinstøðir við handlum á hesum støðum: Saltangará, Tórshavn, Ringvegurin og Tórshavn, Frælsið, Gøtudalur, Klaksvík, við Streymin, Vestmanna, Miðvágur, Trongisvágur, Vágur og Sandur. NASA. Rúmdarkanningarfelagið NASA (stytting fyri "National Aeronautics and Space Administration") brúkar nógvar mió. dollarar um árið til fylgisveinar og rúmdarfør. Tað var m.a. rúmdarskipið Apollo 11 hjá NASA, sum í 1969 setti fyrsta mannin (Neil Armstrong) á mánan. Teir vóru eisini fyrstir at byggja rúmdarferjur, sum kunnu nýtast upp í saman. NASA hevur nógvar kanningarmiðstøðir ymsastaðni í USA. Skrivstovan hjá NASA liggur í Washington DC. Augustur. Kort sum vísir hvar Augustur livir (myrkabláa hav økið). Augustur (Physeter macrocephalus) er heimsins størsti tannhvalur. Hannurin kann blíva uppí 20 metrar langur og viga uppí 50 tons. Honin er uppí 12 m til longdar og vigar 16 tons. Augusturin livur í høðvusheitum av høggislokki. Hvalurin hevur einar 19 - 23 spískar tenn í tí klæna undirkjaftinum. Í yvirkjaftinum hevur hann holur, sum tenninar passa uppí. Nógvir augustar, serliga teir stóru hannanir, sum kunnu kava longst niður, kunnu takað rættiliga stóran høggislokk. Høðvusføðin er tó minni høggislokkur. Augusturin hoyrir til millum teir hvalinir, sum kava longst niður. Teir kunnu vera undir í yvir ein tíma og kava longur enn ein km niður, teir stóru hannanir kunnu fara enn longur niður. Augustur - Spermur. Hvalurin verður eisini nevndur Spermur, hetta er eisini enska (sperm whale) og norska spermhval) navnið. Hetta navnið kemur av einari serligari olju, sum finst fremst í kúluni á hvalinum, í tí sokallaða spermacetorgan. Henda oljan er klár og flótandi við kropshita, men stadnar tá hitin lækkar og verður tá til ein hvítan form, nakað líkt stearin, hetta líkist nakað sáð og hagani kemur navnið. 2012. 2012 (MMXII) er tað 503. skotár síðan Kristi Føðing. Árið byrjaði ein sunnudag. 2013. 2013 (MMXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum týsdegi. 2000-árini. 2000-árini byrjaðu 1. januar 2000 og endaðu 31. desember 2009. Tað var fyrsta 10-áraskeiðið í 21. øld og í 3. áratúsund. 20. øld - 21. øld - 22. øld Áratíggjur: 1950-árini 1960-árini 1970-árini 1980-árini 1990-árini - 2000-árini - 2010-árini 2020-árini 2030-árini 2040-árini 2050-árini Ár: 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 X Factor. Heimskort sum vísir økini, har X Factor verður framleitt. X Factor er ein sjónvarpsrøð, ein sangtalentkapping, sum verður framleidd og send í fleiri londum. Sendingin er ment av Simon Cowell, og varð upprunaliga framleitt í Stóra Bretlandi, har ið tað kom í staðin fyri eina líknandi sending, "Pop Idols". Konseptið er seinni breitt seg út til fleiri onnur lond, eitt nú til Danmark, har fleiri føroyingar hava luttikið. Luttakarar í kappingini verða funnir við almennum auditions. Navnið "X Factor" vísir til, at programmið leitar eftir einum sersøkum eginleika, ið tað ikki ber til at definera, og sum eyðkennir eina veruliga stjørnu. Vinningurin er sum oftast ein plátukontrakt - umframt tann stóra áhugan, ið luttakrarnir fáa. Indonesia. Indonesia (Lýðveldið Indonesia) er eitt av fólkaríkastu londum í heiminum. Indonesia liggur í landsynningshorninum av Asia, tað er eitt oyggjaland, har eru umleið 17.508 oyggjar. Har eru 33 provinsar og fólkatalið er meir enn 238 milliónir, sum er fjórð størsta fólkatal í heiminum. Indonesia er eitt lýðveldi við forseta. Høvuðsstaðurin eitur Jakarta. Indonesar tosa nógv ymisk mál, tey tosa 742 ymisk mál og dialektir. Landafrøði. Indonesia er heimsins størsta oyggjaríki. Landið er 5.100 km langt eystur og vestur, havið er 8 milliónir km2 í vídd, og har eru tríggjar klokkutíðir. Knappliga 230 milliónir fólk búgva í Indonesia, 60% av teimum í oynni Java, hóast oyggin ikki er meiri enn 7% av víddini í landinum. Nógvar aðrar stórar oyggjar eru, men mangar teirra eru ógvuliga strálbygdar. Høvuðsstaðurin í Indonesia, Jakarta, við knappliga 9 mió. fólkum, er størsti býur í Landsynningsasia. Mentan. Badminton og fótbóltur er best dámdi ítróttur í Indonesia. Lokalar ítróttargreinar eru eisini. Í Indonesia búgva umleið 300 ymiskir etniskir bólkar, sum hvør hevur síni mentanarligu serligu eyðkenni. Indonesia hevur ríkt mentanarlív, sum er ávirkað av indiskari, arabiskari, kinesiskari og europeiskari mentan. Indonesiskur matur er ymiskar, an uppá hvar í Indonesia ein er staddur. Tey brúka nógv rís afturvið matinum. Fiskur og høsnarungi verður nógv brúktur til høvuðsrættir. Tey brúka nógv kokosmjólk og kryddurtir sum kili er nógv brúkt. Indonesiskur siðbundin tónleikurer m.a. gamelan og keronkong. Dangdut er eitt vælumtókt nýmótans slag av pop tónleiki, sum hevur fingið íblástur frá arabiskum, indiskum og malaysiskum tónleiki. Tær elstu skriftirnar ið man hevur funnið í Indonesia er Sanskrit frá 5. øld. Nógv fólk í Indonesia hava sterkar munnligar siðvenjur, sum hevur hjálpt teimum at varðveita teirra egna mentunarliga samleika. Tá Suharto varð forseti vóru strangar reglar sum settu mørk fyri útlendskum fjølmiðlum at gera seg galdandi í Indonesia, og sum hevði strangt eftirlit við egnum miðlum eisini, men nú er tað nógv fríðari. Tað eru umleið 10 lokalar, privatar sjónvarpsrásir, sum kappast móti tí almennu rásini TVRI. Í september 2009 var mett, at internet nýtslan var 12,5% í Indonesia. Yvir 30 milliónir fartelefonir verða seldar hvørt ár í Indonesia, og harav eru 27% av teimum lokal merki. Tutankhamon. Tutankhamon (1341 f.Kr. – 1323 f.Kr.) var ungur drongur, tá ið hann tók við egyptisku trúnuni og stýrdi bara í níggju ár. Hann æt upprunaliga Neb Kheperu Re. Aknathon átti Tutankhamon við eini hjákonu. Stóra gravkamar hansara varð ikki funnið fyrr enn í 1922. Bretski egyptafrøðingurin Howard Carter og Carnarvon lordur komu fram á tað. Í forrúminum vóru ótrúliga nógvir fornlutir. Etna. Etna (3.357 m) er eitt gosfjall í lýðveldinum Italia. Etna liggur nærhendis býunum Messina og Catania á eysturstrondini á Sisilia. Etna goysir oftani, og sjáldan gevur tað trupulleikar fyri flogferðsluna. Etna er hægsta og virknasta eldgosið í Evropa. Í 2011 goysti hon 17 ferðir. Gosfjøll í Evropa eru bara í Íslandi og Suðuritalia, har bæði Etna og Stromboli enn eru virkin. Gosfjallið Etna goysir í 1992. Í grótfloyminum er jarn, sum verður magnetað í jørðfeltinum. Magnetiskar kanningar av hesum grótinum kunnu so altíð seinni vísa, hvussu magnetisku viðurskiftini vóru á Sisilia í 1992. Guðrun Mortensen. Guðrun Gudmundsdóttir Mortensen (fødd 1997 á Tvøroyri) er ein føroyskur svimjari. Hon svimur fyri Susvim og fyri Føroyar. Longu sum 14 ára gomul hevur hon veruliga gjørt vart við seg innan svimjing. Hon hevur sett fleiri Føroysk met í svimjing og hevur vunnið gull til Norðurlandameistarastevnu í Íslandi í desember 2011. Hon var einasti føroyingur, sum vann gull til ta kappingina. Guðrun er dóttir Gudmund og Súsonnu Kristinu Mortensen. Guðrun er fimta ættarlið eftir Niels Juel Mortensen ið stovnaði N.J. Mortensen A/S í 1909. Fyritøkan er til enn, pápi Guðruna er stjóri í fyritøkuni, sum eigur fleiri skip og handlar. Fyritøkan var eisini við til at byggja havnaøkið á Tvøroyri út, soleiðis at Varðin P/F úr Gøtu kundi byggja nýggja uppisjóvarvirkið Varðin Pelagic á Havnalagnum á Tvøroyri. Nýggja virkið gav nógv nýggj arbeiðspláss og minkaði um arbeiðsloysi í Suðuroynni og økti um skattainntøkurnar hjá kommununum í Suðuroynni. Í 2012 hevur Guðrun havt ein støðg frá svimjingini, men ætlan hennara er at fara at svimja aftur, og eftir 9. flokk ætlar hon at fara á ítróttarháskúla í Danmark. Í mai 2013 luttók Guðrun á FM stevnuni í Havn. Hon vann eitt nú kappingina í 100 m frí hjá kvinnum og setti nýtt føroyskt juniormet í hesi kapping. Seinasta kappingardagin vann hon gull samam við trimum øðrum ungum kvinnum/gentum úr Susvim í 4 ferðirnar 50 metrar frísvimjing, tær vunnu við tíðini 1.47.15, sum var nýtt føroyskt met (senior met). Hin 21. mai 2013 varð hon úttikin til Føroyska svimjilandsliðið (Juniorlandsliðið), sum skal luttaka á EJM í svimjing í Poznan í Póllandi, 10. - 14. juli 2013. FM 2010. Guðrun hevur gjørt vart við seg sum blaðung. Longu sum 13 ára gomul vann hon føroyameistaraheitið fyri vaksin í 50 m frí, tað var í 2010. FM, NJM og aðrar kappingar í 2011. Sum 14 ára gomul setti hon føroyskt met í 50 m frí, fyrst við tíðini 26.40 sekund á FM/JM 2011, tá svam hon seg eisini til eina gullnál, og so betraði hon sítt egna met á HS Stevnu 2011 í Havn við tíðini 26.37 sek. Talan var bæði um føroyskt met fyri vaksin og juniormet. Á triðja sinni sama árið betraði hon metið hjá sær í 50 m frí, tá hon vann gull á NJM svimjistevnu í Íslandi hin 11. desember 2011. Guðrun var eisini við til at seta met í liðsvimjing í 4x200m frí á NJM 2011 saman við Tanju Skaalum, Ceciliu W. Eysturdal og Jonnu B. Thomsen. Tær svumu við tíðini 8:37.77. FM 2013. Guðrun Mortensen luttók á FM stevnuni í svimjing í Havn í mai 2013. Hon vann fleiri kappingar og setti eisini føroysk seniormet og føroysk juniormet. DM 2013. Guðrun luttók á Vestdanske Mesterstævne í Århus í oktober 2013. Hon gongur í løtuni (2013) á eftirskúla niðri og svam fyri Bernstorffsminde Efterskole. Samara Felippo. Samara Felippo Santana (fødd 6. oktober 1978 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Regiane Alves. Regiane Kelly Lima Alves (fødd 31. august 1978 í Santo André) er sjónleikari úr Brasil. Hon hevur verið gift fýra ferðir og fráskild trýggjar ferðir. Hon fekk sítt fyrsta barn í 2014. Í 2003 var hon modell fyri blaðið Playboy Barzil í einari serútgávu av blaðnum. Monica Iozzi. Monica Iozzi de Castro (fødd 2. november 1981 í Ribeirão Preto) er sjónleikari og tíðindakvinna úr Brasil. Í 2014 luttók hon í sjónvarpssendingini Big Brother Brazil 2014. Fernanda de Freitas. Fernanda de Freitas Sahdo (fødd 25. februar 1980 í São José do Rio Preto) er sjónleikari úr Brasil. ÍA. ÍA (stytting fyri Ítróttarfelagið Argir) er hondbóltsfelag av Argjum, sum varð stovnað 10. august 2011. Fernanda Lima. Fernanda Cama Pereira Lima (fødd 25. juni 1977 í Porto Alegre) er sjónleikari, modell og sjónvarpsvertinna úr Brasil. Hon hevur verið vertinna í sjónvarpssendingini MTV Brasil. Hon hevur verið vertinna fyri FIFA fleiri ferðir, eitt nú var tað hon ið stóð fyri lutakastinum til HM í fótbólti í desember 2013. Dmitrije Janković. Dmitrije Jankovic í TB búna í fyrsta dystinum, sum varð leiktur á Vøllinum við Stórá 29. apríl 2012, tað var móti ÍF. TB vann dystin 1-0, Janković skoraði málið. Dimitrije Janković (føddur 5. november 1975) er fótbóltsspælari úr Serbia, sum hevur spælt fótbólt í Føroyum í fleiri ár. Í 2013 spældi hann við AB, í 2011 og 2012 spældi hann við TB, í 2006 og 2007 spældi hann við VB Sumba og í 2008 og 2010 spældi hann við B36. Stjørnan. Stjørnan er hondbóltsfelag úr Klaksvík, sum varð stovnað umleið 1932. Felagið hevur lið í Sunset kappingini, sum er fyri kvinnur og í yngru deildunum. Manshondbóltur í Klaksvík hevur annað felag, sum eitur Team Klaksvík. Stjørnan hevur vunnið næstflest FM heiti næst eftir Neistan. Stjørnan hevur vunnið FM 8 ferðir síðan 1945. Søgan. Hildið verður, at felagið helst varð stovnað í 1932. Fyrsti leikbúnin hjá gentunum/kvinnunum var hvítu heimaseymaður kjóli. Málmaðurin var í síðum kjóla og útileikararnir í kjóla sum kom niður á knæ. Seinast í 1930-árunum fóru gentur at leika í shorts eins og menn. Tá leiktu genturnar hjá Stjørnuni í reyðum shorts.. Føroyameistarar. Stjørnan hevur verið føroyameistari 8 ferðir í tíðarskeiðnum 1943-2011. Fyrstu ferð var í 1945, síðan gingu 32 ár, áðrenn tað eydnaðist teimum at vinna FM aftur, tað var í 1977. Síðan vunnu tær FM í 2000, 2004, 2006, 2007, 2008 og 2010. Steypavinnarar. Stjørnan hevur verið steypavinnari sjey ferðir. Tær vunnu steypafinaluna í 2004, 2005, 2007, 2008, 2009, 2010 og 2012. Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í ruðuleikanum? (sjónvarpsrøð). Buzz Aldrin, hvor ble du av i alt mylderet?, er ein norsk bók, sum í stóran mun snýr seg um ein ungan mann, sum av ymiskum orsøkum endar á einum viðgerðarheimi í Føroyum. Bókin er filmatiserað til eina sjónvarpsrøð av NRK, og fyrsti partur av sjónvarpsrøðini verður at síggja í NRK í 2011. Bókin hjá Johan Harstad kom út í 2005 og hevur fingið sera góð ummæli í bæði Norra, restini av Skandinavia og eisini í Amerika. Agnar Artúvertin hevur týtt bókina til føroyskt. Ummælini av sjónvarpsrøðini hava eisini verið rættiliga góð. Fleiri føroyskir sjónleikarar spæla við - ein teirra er Annfinnur Heinesen, sum hevur ein stóran hjáleiklut sum Palli, ein onnur er Annika Johannessen, sum spældi leiklutin sum Anna. Røðin er tikin upp í Føroyum og Noregi og umborð á Norrønu.. Hetta er søgan um "Mattias", sum er gartnari. Hann varð føddur somu nátt sum tann allarfyrsta mánalendingin fór fram. Mattias hevði stóran áhuga fyri rúmdarferðum og hansara stóra fyrimynd var Buzz Aldrin, sum var næsti maður á mánanum. Eins og Buzz Aldrin vil Mattias vera nummar tvey, hann vil vera ókendur og liva eitt friðarligt og anonymt lív. Árið er 1999, og Mattias er 30. Ein vinur bjóðar honum til Føroya at hjálpa orkestrinum á eini konsertferð, og hann tekur av, stutta tíð áðrenn ferðina til Føroya, hevur genta hansara gjørt tað liðugt við hann, og tað tók hann sera tungt. Á veg til Føroya og eftir at hann var komin til Havnar, fór alt av álvara at skrambla saman hjá Mattiasi. Hann møtir síðan dananum Havstein, sum tekur sær av honum og bjóðar honum at búgva í einum serligum viðgerðarheimi fyri sinnisveik, sum hann rekur við Gjógv. Eurobandið. Eurobandið er ein íslenskur poppbólkur úr Reykjavík. Bólkurin vann Söngvakeppnin í 2008 og umboðaði Ísland í evropeisku tónleikakappingini Eurovision Song Contest í 2008. Débora Falabella. Débora Lima Falabella (fødd 22. februar 1979 í Belo Horizonte) er sjónleikari úr Brasil. Namibia. Tjóðveldið Namibia (á enskum "Republic of Namibia") er eitt land í Afrika. Í norðri hevur Namibia mark við Angola, í eystri við Botsvana og í suðri við Suðurafrika. Namibia, sum áður var týskt hjáland, kom undir Suðurafrika í 1915 og varð verandi suðurafrikanskt hjáland til 21. mars 1990. Upprunasamfelagið. Øll hjálptu til at gera smátturnar. Veiðimenninir veiddu við bæði spjóti og boga. Um 1000 f.Kr. høvdu fólk, sum talaðu khoisanskt mál, búð mong túsund ár í pørtum í Afrika sunnanfyri Miðkringin og eisini uttan um Kalaharioyðimørkina í Namibia. Khoisanfólkið var veiðifólk, og dyrkaði ikki jørðina. Tey nýttu steinamboð og veiddu við boga og píli við steinoddi. Tey høvdu helst fingið kunnleika til jarn, tá ið fyrstu bantufólkini úr Kamerun settu búgv ímillum teirra eftir 100 f.Kr. Tá fóru teir eisini at halda neyt og seyð. Sum tíðin leið, køvdi batnufólkið meginpartin av khoisanfólkinum, men nøkur, serstakliga tey, sum búðu í útryðjuni í Kalahai í Namibia, varðveittu sína mentan. Nøkur túsund teirra eru í Namibia enn. Khoisanfólkið hevur málað hugtakandi hellismálningar, málaðir við fjaðrum, hári ella beini. Litirnir vóru gjørdir av gipsi, leiri og okkur, sum varð blandað við blóði ella feitti og goymt í hornkrukkum. Khoisanfólkið goymdi eisini vatn í strutsaeyggjum og smurdi eitur á ørvaroddarnar. Hereroar kríggjast ímóti evropearum. Í januar í 1904 reisti hererofólkið miðskeiðis í Namibia seg upp ímóti týska yvirvaldinum. Týskland sendi herdeildir hagar. Teir róku uppreistrarfólkið inn í Kalaharioyðimørk og skutu og drupu øll, sum vágaðu sær at koma aftur. Seinni vórðu teir hereroar, ið livdu eftir, girdir inni í arbeiðslegum. Helvtin av teimum doyði. Neytabøndurnir í syðri í Namibia gjørdust púra skelkaðir og gjørdu uppreistur í oktober 1904. Teir vóru kringir á rossabaki, og oddamenn teirra vóru góðir geriljahermenn. Týskarar máttu fáa sær 14 000 hermenn fyri at berja uppreisturin niður. Teir tóku uppreistrarfólkini til fanga og stongdu tey inni í arbeiðslegum. Fyri uppreistrarnar vóru um 20 000 namar og 80 000 hereroar. Í 1911 vóru bara 9800 namar og 15 000 hereroar eftir. Landafrøði. Tvær stórar oyðimerkur eyðkenna landslagið; Namibiaoyðimørk, ið er fram við allari strondini og Kalaharioyðimørk eystast í landinum. Búskapur. Í Namibia eru nógv steinsløg, og nógvur fiskur er fram við strondini. Namibia er av størstu námsvinnulondum í Afrika, har er nógv kopar og tin og mong onnur steinsløg. Diamantar eru eisini. Størsta urannám í heiminum er í Rössing í Namibiaoyðimørk miðskeiðis í landinum. Namibia er eisini næststørsta blývinnuland í heiminum. Namibia er roknað sum eitt miðal inntøku land í bólking ST's viðvíkjandi altjóða menningarhjálp. Bólkingin av Namibia sum eitt miðal inntøku land er tó grundað á livistandardin hjá einum minniluta av fólkinum. Umleið 55.8 % av tí namibiska fólkinum livir undir fátækradømismarkinum. Nú á døgum er eisini 51,2 % av fólkinum er arbeiðsleys. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er namibiskur dollari (7.57 NAD = 1.00 USD). Fólkið. Mesta fólkið í Namibia býr á háslættanum norðarlaga í landinum. Her býr til dømis ovambofólkið í innigirdum bygdum, nevndar "hraal". Himbafólkið býr vestari í karga-lendinum ímóti Angola. Himbafólkið, sum t.d. eisini býr í Kunene-økinum, eru upprunaliga nomadufólk, og nógv av teimum liva sum tey hava gjørt í fleiri 1000 ár. Tey eru bæði búfastir bøndur og flakkfólk. Tey halda neyt og fáa mjólk undan teimum og kjøt og húðir av teimum til klæði o.a. Fleiri neyt bóndi eigur, mætari er hann. Almenna málið í landinum er enskt. Tá børnini byrja í skúla, er øll undirvísing á enskum. Tað er tí týdningarmikið at tey í barnagørðunum verða fyrireikað at fara í skúla og læra tað enska málið, so tíðliga sum gjørligt, soleiðis at tey fara at trívast í skúlanum og klára seg væl. Tann namibiska stjórnin leggur stóran dent á útbúgving, og ein stórur partur av tjóðarinntøkuni fer til útbúgving. 1448 (sjónvarpsrøð). 1448 er ein føroysk sjónvarpsrøð í 9 pørtum, framleidd av Bjarni Árting Rubeksen. Røðin er ein "realityrøð", ið fylgir gerandisdegnum hjá løgregluni í Tórshavn. Fylgt verður við tá brotsgerðir verða uppkláraðar, og hyggjarin kemur tætt at teimum, ið liva á lívsins skuggasíðu. Røðin lýsist sum 9 dokumentarfilmar, sum Bjarni hevur gjørt eftir leistanum "one man, one camera"; tað vil siga, at hann sjálvur hevur filmað, klipt og lagt til rættis. Undirtøka. Røðin var sera væl umtikin í Føroyum. Somikið væl, at ein Facebook bólkur varð stovnaður í 2010, aftaná at fyrsta røð var víst í Kringvarpi Føroya. Bólkurin nevndist "Vit øll ið ynskja meiri 1448 sendingar" og hevði til endamál at heita á Kringvarpið um at framleiða fleiri sendingar. Listi yvir 1448 sendingar. Sendingar, ið hava verið sendar og endursendar í Kringvarpi Føroya. Kunningarstova. Ein Kunningarstova (Enskt: Visitor Center ella Visitor information center ella Tourist information center) er eitt stað, har ferðafólk, fremmandafólk og eisini fólk sum búgva á staðnum kunnu leita sær kunning um útferðarmøguleikar í økinum, um vitjunarverd støð, fáa útflýggja eitt kort yvir økið osfr. Kunningarstovur í Føroyum. Í Føroyum eru bæði kunningarstovur og kunningardiskar kring landið. Kunningarstovur eru m.a. á hesum støðum í Føroyum: Tórshavn, Klaksvík, Tvøroyri, Vágur, Sandur, Miðvágur, Runavík og Fuglafjørður. Hesar kunningarstovur samstarva hvør við aðra og hava felags heimasíðusniði og allar síðurnar eita visit og so navnið á økinum ella býnum, t.d. visitnordoy.fo, visitsuduroy.fo og visittorshavn.fo. Tað er ymiskt, hvussu hesar kunningarstovur verða fíggjaðar. Nakrar vera partvís fíggjaðar av kommununum í økinum og við stuðli frá økisferðavinnufelagnum, sum fær stuðul úr landskassanum gjøgnum tað ráðið, sum ferðavinnan hoyrir undir. Øll økini í Føroyum hava hvør sítt økisferðavinnufelag, sum fær stuðul frá landinum fyri at menna ferðavinnuna í teirra øki, tey eru seks í tali (2013). Hesi ferðavinnufeløg kunnu lata stuðul til kunningarstovur, og tað hevur eisini verið føst mannagongd í fleiri av økjunum, at ein partur av rakstrinum hjá kunningarstovunum verður fíggjaður av hesum stuðuli. Kunningarstovurnar hava ein kunningarleiðara og tær størru kunningarstovurnar hava onnur starvsfólk afturat leiðaranum. Kunningarstovurnar á smærri økjunum hava sum oftast bert tað eina starvsfólkið. Í Suðuroynni og Eysturoynni eru kunningarstovurnar inni á býráðsskrivstovunum. Kunningarstovan í Havn hevur húsast ymsastaðni í miðbýnum. Í løtuni (2013) er hon á Vaglinum inni í húsinum hjá Gamla Bókahandli (H.N. Jacobsen's Bókahandil). Janka Kupala. Janka Kupala (Janka Kupała, á hvítarussiskum: Я́нка Купа́ла) var kunstnaranavnið hjá "Ivan Daminikavitj Luzevitj", sum varð føddur 7. juli 1882 í Vjasynka uttanfyri Minsk, deyður 28. juni 1942 í Moskva. Hann var ein rithøvundur úr Hvítarusslandi. Hann sigst vera ein av teimum størstu rithøvundunum í 20. øld, sum skrivaðu á hvítarussiskum. Tey fyrstu árini sum rithøvundur skrivaði hann mest tjóðskaparsinnaðan skaldskap. Hansara fyrsta roynd sum rithøvundur var skrivað á pólskum undir dulnevninum K-a, tað var umleið 1903-04. Hansara fyrsta verk á móðurmálinum var ("Мая доля"), sum kom út 15. juli 1904. Fleiri yrkingar komu út í hvítarussiskum bløðum í 1906 og 07. Í 1908 flutti hann til Vilnius, har hann helt fram við at skriva og útgeva yrkingar. Sama árið gav hann út sítt fyrsta yrkingasavn Жалейка (Tann lítla floytan), har hann var atfinningarsamur móti tsar stýrinum, sum gav boð um at leggja hald á bókina. Kupala mátti gevast við at arbeiða á blaðnum Nasha Niva, fyri ikki at oyðileggja umdømið hjá blaðnum. Í 1909 flutti hann til Sankta Pætursborg. Hann skrivaði og útgav fleiri verk, meðan hann búði har, m.a. Сон на кургане ("Enskt: Dream on a Barrow")– sum hann varð liðugur við í august 1910 – symboliseraði vánaliga standin í heimlandi hansara Hvítarusslandi. Í 1913 flutti hann aftur til Vilnius. Kupala var serliga ávirkaður av Maxim Gorky í 1910-árunum. Kupala gjørdist viðhaldsmaður hjá Sovjetsamveldinum, men samstundis var hann eisini tjóðskaparsunnaður viðvíkjandi heimlandinum, og tað gjørdi at sovjettiskir myndugleikar ikki høvdu fult álit á honum. Í 1930-árunum noyddist hann at skriva eina almenna umbering, og eftir tað var friður. Í 1941 fekk hann heiðurin "Order of Lenin" (Lenin ordanin) fyri yrkingasavnið Ад сэрца (Frá hjartanum). Tá Hvítarussland varð hersett av týskarum í 1941, flutti Kupala, sum tá var sjúkur, til Moskva, har hann skrivaði yrkingar sum stuðlaðu partisanum í Hvítarusslandi, sum kempaðu móti týskarum. Kupala doyði undir illgrunasomun viðurskiftum í Moskva í 1942. Hann datt oman gjøgnum trappur á Hotel Moskva, og tað var staðfest at vera ein vanlukka, men summi høvdu illgruna um morð ella sjálvmorð. Í 1945 læt upp eitt savn í Minsk til minnis um Janka Kupala. Stjórnin. Stjórnin er ein íslendskur rokkbólkur úr Reykjavík. Tað eru tey bæði Grétar Örvarsson, føddur 11. juli 1959, og Sigríður Beinteinsdóttir, fødd 24. juli 1962, sum mynda bólkin. Stjórnin umboðaði Ísland til Eurovision sangkappingina í 1990 í Zagreb við sanginum "Eitt lag enn". Sangurin gjørdist nummar fýra av 22 sangum. Tvey ár seinni luttóku tey bæði aftur í Eurovision sangkappingini, hesaferð við tónleikabólkinum Heart 2 Heart við sanginum "Nei eða ja". Hesin sangurin gjørdist nummar sjey av 23 í Malmø. Dánjal Martin Hofgaard. Manningin á Suðuroyingi, tá teir vunnu jóansøkuróðurin í 2012. Dánjal Martin stendur í ovaru røðini nummar trý frá vinstru. Dánjal Martin rør her við Suðuroyingi í 2012. Danjal Martin Hofgaard (føddur 4. mai 1989 í Vági) er føroyskur rógvari og svimjari. Hann rør fyri Suðuroyar Kappróðrarfelag og fyri Føroyar og svimur fyri Susvim og Føroyar. Hin 1. mars 2015 vann hann HM í 2000 metrar inniróðri í lættvekt hjá monnum og gjørdist harvið heimsmeistari. Rógving. Dánjal Martin rør bæði vanligan føroyskan kappróður og inniróður. Dánjal Martin vann FM 2011 við Riddaranum í 2011. Í føroyskum kappróðri ber bara til at gera seg galdandi í Føroyum, eftirsum kappróður í føroyskum bátum bert fer fram í Føroyum burtursæð frá Ishøj Regatta og onkrari aðrari stevnu sum føroyingar í Danmark skipa fyri. Men í inniróðri ber til at gera seg galdandi sum einstaklingur uttanfyri landoddarnar, eitt nú til HM í Boston. Í januar 2012 varð kappast um, hvør ið skuldi umboða Føroyar til HM í inniróðri. Dánjal Martin gjørdist ein av teimum hepnu. Kappingin varð hildin í hølunum hjá Knørri í Havn, øll róðu 2000 metrar. Dánjal Martin varð skjótastur hjá monnum í lættvekt við tíðini 6:19,30, sum var nýtt føroyskt met. Gamla metið átti Lars Abrahamsen úr Runavík, hann setti metið í 2007. FM í inniróðri 2011. Dánjal Martin Hofgaard vann FM heitið í inniróðri 2011 FM í inniróðri 2014. Dánjal Martin Hofgaard vann FM heitið í inniróðri 2014 HM í inniróðri 2012. Dánjal Martin luttók í HM kapping í inniróðri í Boston í februar 2012 í bólkinum "Lightweight Open Men" (2000 metrar), hann gjørdist nummar 6 av øllum við tíðini 6:20.9 HM í inniróðri 2014. Dánjal Martin luttók í HM kapping í inniróðri í Boston í februar 2014 í bólkinum "Lightweight Open Men" (2000 metrar), hann gjørdist nummar 9 av 77 luttakarum við tíðini 6:20.9 HM í inniróðri 2015 og úttøkukappingin. Dánjal Martin var til úttøkukapping í róðrarneystinum hjá Havnar Róðrarfelag hin 29. november 2014, har hann varð úttikin til HM í inniróðri, sum verður í Boston í mars 2015. Hann róði 2000 metrar í inniróðri við tíðini 6.18.9, ið var "nýtt føroyskt met", gamla metið átti Dánjal Martin sjálvur, og tað var 6.19.3. Svimjing. Danjal Martin hevur luttikið á fleiri svimjistevnum uttanlands til NJM, EJM, EM og Oyggjaleikir og hevur fingið fleiri góð úrslit. Hann er triðskjótasti svimjari úr Føroyum á 200 m frí nakrantíð. Jakub Kolas. Jakub Kolas (skrivast eisini Jakub Kołas) (á hvítarussiskum: Яку́б Ко́лас), (føddur í 1882, deyður 13. august 1956), veruligt navn: Kanstantsin Mitskievich (Міцке́віч Канстанці́н Міха́йлавіч) var ein hvítarussikur rithøvundur, Fólksins Skald fyri Sovjetsamveldið í 1926 og limur í Hvítarusslands Vísunda Akademi frá 1928 og frá 1929 var hann vara forseti í akademinum. Í sínum skaldskapi var Kolas kendur fyri at hava samhuga við tí vanliga hvítarussiska bóndanum. Kunstnaranavn hansara Kolas bendir eisini henda vegin, við tað at "Kolas" merkir "Oyra av Korni". Hann skrivaði yrkingasøvnini "Songs of Captivity" (á russiskum: "Песни неволи", 1908) og "Songs of Grief" (á hvítarussiskum: Песьні-жальбы, 1910), yrkingarnar "Eitt nýtt land" (á hvítarussiskum: Новая зямля, 1923) og "Tónleikarin-Simon" (á hvítarussiskum: Сымон-музыка, 1925), stuttsøgur og sjónleikir. Yrking hansara "Smáttan hjá fiskimanninum" (á hvítarussiskum: Рыбакова хата, 1947) snýr seg um stríðið eftir at Hvítarussland gjørdist partur av Sovjetsamveldinum. Trilogi hansara "Á einum vegamóti" (á russiskum: "На перепутье", 1954) snýr seg um lívið hjá hvítarussiskum bóndum og tí demokratisku intellligensiani áðrenn-kollveltingina. Heiður. Hann fekk heiðurin "USSR State Prize" í 1946 og 1949. Slóðir úteftir. Hvítarussland Kara. Kara (Hangul: 카라) er ein suðurkoreanskur gentu tónleikabólkur við fimm limum frá DSP Media. Bólkurin varð stovnaður í 2007. Limirnir eru: Gyuri, Seung-yeon, Hara, Nicole, Ji-young. X (fløga). X er tíggjunda fløgan hjá avstralsku Kylie Minogue. Hon varð givin út í november 2007. Koreanskt mál. Koreanskt (한국어/조선말) er tað almenna málið í bæði Suður- og Norðurkorea. Koreanskt verður tosað av umleið 78 milliónum fólkum kring heimin. Í 15. øld bleiv ein skrivlig skipan set í verk av Sejong tí Stóra. Tann skrivliga skipanin verur, í løtuni, kallað Hangul. Áðrenn Hangul var blivið sett í verk, brúkti koreanarar Hanja og aðrar fonetiskar skipanir sum tildømis Hyangchal, Gugyeol og Idu í yvir eitt ártúsund. Hangul var ikki tann mest brúkta altjóða skrivliga skipanin fyrr enn í 20. øld, av tí at nógvir Yangban heldur vildu skriva við Hanja. Skrivliga skipanin. Tann koreanska skrivliga skipanin Hangul (한글) var grundløgd í 1446 av Sejong tí Stóra og verur í dag brúkt til at skriva alt koreanskt. Tó læra skúlarnir í Suðurkorea enn í dag 1,800 Hanja (漢字) bókstavir. Norðurkoreanskir skúlar steðgaðu við at læra Hanja fyri áratíggjum síðani. Thaís de Campos. Thaís de Campos (føddur 7. november 1963 í Brasília) er ein sjónleikari úr Brasil. Hangul. Hangul (eisini skrivað Hangeul, 한글) er almenna skriftskipanin í Suður- og Norðurkorea og verður eisini óalment brúkt í Sulawesi. Hangul varð stovnað í 1446 av Sejong mikla.Tá ið Hangul verður skrivað, verða bókstavarnir settir í bólkar, heldur enn skrivaðir hvør sær. Til dømis 한 "han", sum er gjørt av ㅎ "h", ㅏ "a" og ㄴ "n", og 글 "gul", sum er gjørt av ㄱ "g", ㅡ "u" og ㄹ"l", saman verða tey 한글 "Hangul".9. oktobur er Hangul-dagur í Suðurkorea og 15. januar er Hangul-dagur í Norðurkorea. Søga. Hangul varð stovnað av Sejong mikla seint í desembur 1443 og varð liðugt 9. oktobur 1446. Hangul varð fyrst greitt frá í einum skjali frá ár 1446. Skjalið eitur "Hunmin Jeongeum" (훈민정음 "Rætta ljóð fólksins") og bókstavaraðið (Hangul) er uppkallað eftir hesum skjali.Hangul (한글) varð stovnað, fyri at øll fólk kundu læra at skriva tað, tí tað var hildið at Hanja (漢字) var ov ringt at skriva. Hanja. Hanja (한자) er tað koreanska navnið á teimum kinversku bókstavunum (漢字). Hanja bleiv brúkt sum skrivlig skipan í Korea, áðrenn Hangul (한글) varð grundað av Sejong tí Stóra. Nýgrikskt mál. Nýgrikst mál er tað málið sum verður tosað í Grikkalandi og á Kýpros í dag. Tað er eitt av almennu málunum í EU. Nýgrikskt hevur verið tosað síðan umleið 1453. Frá umleið ár 330 til 1453 tosaðu tey miðaldar grikskt, frá 300 á.Kr. til 330 e.Kr. tosaðu tey eitt grikst mál sum varð nevnt Koine. Nýggja testamentið er skrivað á hesum máli. Frá 800 á.Kr. til 300 á.Kr tosaðu tey Forngrikskt, nógvar kendar bøkur og kvæði eru enn til frá hesi tíðini, t.d. Ileonskvæði og Odyssein. Frá umleið 1600 á.Kr. til umleið 800 á.Kr. tosaðu tey Mykenskt. Frá umleið ár 3000 á.Kr. til umleið 1600 á.Kr. tosaðu tey eitt mál sum verður nevnt Proto-Grikskt. Øll hesini málini koma úr indo-evropeiskum, tey eru broytt gjøgnum tíðirnar og í dag tosað tey so nýgrikst í Grikkalandi. Nýgrikskt líkist rættiliga nógv forngrikskum, grammatikkin er tó blivin nakað einklari, við tað at sagnorðini á forngrikskum blivu bend í fleiri føllum. Adriana Lessa. Adriana Victor Lessa (fødd 1. februar 1971 í Guarulhos) er sjónleikari, sjónvarpsvertur og sangari úr Brasil. Áðrenn hon fór at starvast sum sjónleikarinna í 1986, var hon virkin í ítrótti og spældi eitt nú flogbólt. Hondbóltur. Hondbóltur er ein lið ítróttargrein, har hvørt liðið hevur 7 leikarar, ein málmann og 6 útileikarar. Harumframt kunnu bæði liðini hava útskiftarar, sum sita á bonkinum, meðan hini spæla. Liðini kasta ein bólt millum sín og royna hvør sær at skjóta bóltin í málið hjá mótstøðuliðinum. Tað liðið sum fær flest mál, eftir at tíðin er farin, hevur vunnið dystin. Um tað stendur á jøvnum í málum, so er tað javnleikur og ongin hevur vunnið. Vinnarin fær vanliga 2 stig, og tað liðið sum tapir fær onki stig. Um tað er javnleikur, so fáa bæði liðini 1 stig hvør. Hjá teimum vaksnu varir ein dystur í ein tíma, hvør hálvleikur varir 30 minuttir. Bæðini liðini kunnu taka time-out, meðan dysturin er í gongd, hetta verður ofta brúkt, tá tað gongur illa hjá tí eina liðinum. Hondbóltur er ein vældámd ítróttargrein í Føroyum, bæði menn og kvinnur hava tvær deildir, og børnini kappast eisini í teirra aldursbólkum. Tey vaksnu hava tvær kappingar, eina landskapping og eina steypakapping. Hesar kappingar verða ofta nevndar eftir høvuðsstuðulinum. Hondbóltsdystir verða í Føroyum og í øðrum londum leiktir í innandura ítróttarhøllum, men fyrr í tíðini, tá fáar ella ongar ítróttarhallir vóru, spældu tey hondbólt uttandura. Fyrstu ítróttarhøllirnar í Føroyum vóru bygdar í 1970-árunum. Í Føroyum byrjar kappingin um heysti í september og endar um várið í apríl. Lugo. Lugo er høvuðsstaður í landslutinum Lugo í Galicia, sum er sjálvstýrandi økið í útnyrðingshorninum av Spania. Býurin hevur umleið 100.000 íbúgvar (ár 2011). Kring býin er ein rómverskur múrur, sum er heimsarvur. Greta Svabo Bech. Greta Svabo Bech í Norðurlandahúsinum á Vetrarjazzinum 2015. Greta Svabo Bech (fødd 1987 í Tórshavn) er føroysk songkvinna, sangskrivari og heimspekingur. Bæði foreldrini eru føroyingar, pápin úr Vestmanna og mamman úr Miðvági. Greta er fyrsti føroyingur, sum hevur fingið eina Grammy Award tilnevning. Lívsleið. Greta er vaksin upp í fleiri ymiskum londum. Hon varð fødd í Havn, búði í Føroyum fyrstu 3 árini, síðan flutt familjan til Portugal, har hon búði til hon var 5 ára gomul, og síðan fluttu tey til Onglands, har tey búðu til hon var 10 ára gomul, tá flutti familjan til Singapor, har búðu tey til Greta var 18 ára gomul, tá flutti hon til Føroya at búgva eina tíð. Eftir at hava búð í Føroyum í umleið eitt ár, flutti Greta til Onglands, har hon las tónleik og heimsspeki og gjørdist kandidatur nøkur ár seinni. Tað var meðan hon búði í Liverpool, at hennara lívsleið sum tónleikari byrjaði, hon gjørdist limur í tónleikabólkinum Picture Book saman við brøðrunum Dario Brigham-Bowes (keyboards/beats/percussion) og Lorne Ashley Brigham-Bowes (guitar/percussion). Hon var limur í bólkinum í 4 ár. Í 2013 flutti hon til Miðvágs at búgva, har hon framhaldandi arbeiðir við at gera tónleik og samstarvar við kend tónleikanøvn sum Deadmau5 og The Bloody Beetroots. Hon hevur eisini útgivið sín egna tónleik, eitt nú stakløgini "Shut Up & Sing" og "Broken Bones", har video eisini er gjørd til sangirnar. Greta lærdi at spæla violin, tá hon var 5 ára gomul. Tá hon búði í Føroyum sum 18-19 ára gomul gekk hon á MGK linjuni á Musikkskúlanum í Havn í eitt ár, eftir tað fór hon at lesa í Liverpool. Meðan Greta las á lærdum háskúla í Liverpool, var hon við til at stovna tónleikabólkin Picture Book, har hon var limur í 4 ár. Í 2010 sang hon ein sang hjá kanadiska produsaranum Deadmau5 (verður úttalað á enskum sum "dead mouse"), sum var útgivin sum videolag á YouTube og sum stakfløga í november 2011. Sangurin var eisini á fløguni 4 x 4 = 12 hjá Deadmau5, sum varð útgivin 6. desember 2011. Hesin sangurin varð tilnevndur sum "Besta dansiupptøkan" (Best Dance Recording) á tí 54. Grammy Awards hátíðarhaldinum. Sjálv Grammy Awards handanin fór fram 12. februar 2012. Greta segði við eina enska heimasíðu, at maðurin handan Deadmau5, Joel Zimmerman, hevði hoyrt nøkur løg hjá Picture Book gjøgnum hansara plátufelag, og at honum dámdi løgini sera væl. Í 2012 og 13 hevur Greta samstarvað við italsku duo'ina The Bloody Beetroots, hon syngur sangin "Chronicles of a Fallen Love". Í september 2013 gav kenda amerikanska songkvinnan Cher út eina nýggja fløgu, Closer to the Truth, har Greta hevur gjørt bæði orð og lag til ein av sangunum, saman við, talan er um sangin "My love". Divaz. Divaz er føroyskur tónleikabólkur við royndum tónleikarum og songkvinnum. Songkvinnurnar eru Malan Eyðunsdóttir, Laila Carlsen og Anna Maria Olsen. Tónleikararnir eru Henning Hjalt Nicodemussen á trummum, Jóhan Ziskason á guitar, Bjarki Meitil á bass og Bjarni Lisberg á ljómborði. Divaz hevur m.a. framført á Summarfestivalinum. Í 2013 var ein av limunum skift út, og bólkurin broytti navn til Flamma. Anna Maria Olsen var ikki við í bólkinum longur, og nýggjur limur var Ann Chanett Danielsen. Nýggi bólkurin Flamma gav út tvey stakløg í 2013, løgini eru av einari komandi fløgu hjá teimum, sum kemur út á sumri 2013. Deiggj. Deiggj, eisini nevndur Fróði og Deiggj, er ein føroyskur rocktónleikabólkur, sum varð stovnaður 6. september 1981. Tónleikarnir eru úr Suðuroynni (Tvøroyri) og úr Havn. Deiggj spælir klassiskan rokk frá 1970'unum, umframt popp og fólkatónleik. Talan er bæði um løg hjá øðrum og egin løg. Harumframt hevur bólkurin skipað fyri fleiri temakvøldum, har bólkurin bert hevur spælt løg hjá Uriah Heep. Nakrar ferðir hevur John Lawton, fyrrverandi sangari í Uriah Heep, framført saman við teimum á hesum temakvøldum. Deiggj er ofta at hoyra á festivalum og øðrum tónleikatiltøkum í Føroyum. Teir hava eisini framført uttanlands. Maria Flor. Maria Flor Leite Calaça (fødd 31. august 1983 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Hon er dóttir Renato Calaça, ið er ljóðteknikari í einum biografi, móðir hennara er Márcia Leite, ið er leikrithøvundur. Tanja Skaalum. Tanja Skaalum (fødd 5. oktober 1997) úr Hvalba er føroyskur svimjari, hon svimur fyri Susvim og Føroyar. Á heilt ungum árum hevur hon longu sett føroyskt met (vaksnamannamet), vunnið gull á Oyggjaleikum, vunnið junior FM og vunnið eina gullnál. Tanja var bert 12 ára gomul, tá hon setti tvey juniormet til MU svimjistevnu í Klaksvík 8. mai 2010 í 50 og 100 m bringusvimjing. FM 2013. Tanja luttók á føroyameistarastevnu í Havn frá 9. til 11. mai 2013. Hon vann fleiri heiðursmerki, eisini gull, og var eisini við til at seta eitt met í liðsvimjing. Yngsti gullnál vinnari og skjótasti svimjari í danska ríkinum í 400 m frí. Venjarin hjá Tanju, Jón Bjarnason, segði á samkomu í Hvalba, at hon var yngsti føroyski svimjarin, sum hevði megnað at vunnið gullnál, hon var bert 13 ára gomul, tá hon vann gullnálina. Hon vann hana fyri at hava vunnið silvur í 400 frí við tíðini 4:23.93. Tíðin var skjótasta tíð í aldursbólkinum í danska kongaríkinum. Juniormeistarastevnan og FM 2011. Tanja Skaalum vann 6 silvur heiðursmerki til juniormeistarastevnuna 2011 og 6 silvur heiðursmerki til FM 2011. Hon svam meir enn einaferð undir juniormetið, men ein onnur svam uppaftur skjótari og settið nýtt met. Tað eina silvur heiðursmerkið hjá Tanju var svomið so skjótt, at hon vann gullnál, tað var í 400 m frí. Ársins stjørnuskot 2010. Tanja Skaalum varð kosin "Árins Stjørnuskot 2010 hjá kvinnum" eftir FM kappingina 2010. Juniormeistarastevna 2010. Tanja Skaalum luttók á FM stevnuni fyri ung og vaksin, sum var í Havn í mai 2010. Hon vann tvey gull heiðursmerki og trý silvur heiðursmerki í kappingini fyri tey ungu, og gjørdist nummar 8 um hugt verður eftir talinum av heiðursmerkjum hjá juniorum, men nummar eitt um hugt verður eftir árganginum 1997. Jón Jósep Snæbjörnsson. Jón Jósep Snæbjörnsson, eisini nevdur Jónsi, (f. 1. juni 1977) er ein sangari ur Íslandi. Hann er ein av limunum í orkestrinum "Í Svörtum Fötum". Hann umboðaði Ísland í tónleikakappingini Eurovision Song Contest í 2004, hann endaði á 19. plássi. Hann luttók eisini í íslendsku sangkappingini Söngvakeppni Sjónvarpsins í 2007, tað er ein sjónvarpssending við tónleikakapping, har sangurin verður valdur, sum skal umboða Ísland til Eurovision Song Contest við sanginum Segðu Mér. Jónsi fer enn einaferð at umboða Ísland til Eurovision Song Contest, tað verður í 2012 in Baku, Aserbadsjan í einari duett saman við songkvinnuni Gréta Salóme. Gréta Salóme Stefánsdóttir. Gréta Salóme Stefánsdóttir (fødd 11. november 1986) er ein songkvinna og sangskrivari úr Ísland. Saman við íslendska sangaranum Jónsi (Jón Jósep Snæbjörnsson) umboðaði hon Ísland í sangkappingini Eurovision Song Contest í mai 2012 við sanginum "Mundu eftir mér".. Hon hevur sjálv skrivað sangin. Harumframt hevur hon skrivað ein annan av teimum sjey sangunum, sum luttóku í íslendsku úttøku sangkappingini til Eurovision, Söngvakeppni Sjónvarpsins. Hon og Jónsi fara at framføra sangin í fyrru semifinaluni hin 22. mai í Baku í Aserbadsjan. Hon umboðaði eisini Ísland við sanginum "Hear Them Calling" á Eurovision Song Contest 2016 í Stokkhólmi. Ana Paula Arósio. Ana Paula Arósio (fødd 16. juli 1975 í São Paulo) er ein sjónleikari og modell úr Brasil. Hon varð uppdagað longu sum 12-ára gomul, meðan hon var til handils. Hennara fyrsta arbeiði var fyri brasilsku fyritøkuna Stilo, saman við brasilska myndamanninum Paulo Sadao. Í 1989 flutti hon til Japan fyri at arbeiða sum modell. Eftir at hon hevði verið í fleiri hundrað sjónvarpslýsingum og víst sum kápumynd á nógvum tíðarritum, so byrjaði hon at arbeiða sum sjónleikarinna. Hennara fyrsta arbeiði sum sjónleikari var at spæla leiklutin sum Berenice í tí italska-brasilska filminum "Forever", ið var leikstjórnaðr av Walter Hugo Khouri. Hennara debut í sjónvarpi var í einari telenovela, har hon spældi Amanda við Éramos Seis (We Were Six). Arósio gjørdist veruliga kend í Brasil í 1998, tá ið hon spældi hetjuleiklutin í "Hilda Furacão" (Hilda the Hurricane). Hilda Furacão var ein minirøð í brasilska sjónvarpsrásini Rede Globo, skrivað av Rede Globo. Sjónvarpsrøðin snúði seg um eina unga prostitueraða kvinnu í Brasil í 1950-árunum. Sirið Stenberg. Sirið Stenberg (fødd 26. mai 1968) er úr Vági og er føroyskur politikari. Hon varð vald á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi á Løgtingsvalinum 2011 við 320 atkvøðum. Hon er eisini kommunalpolitikkari, hon varð vald í Vágs Býráð á býráðsvalinum í 2008 og tók sæti har 1. januar 2009. Sirið hevur nomið sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1994, sum sjúkrarøktarfrøðingur í neonatalogi í 1998 og sum heilsufrøðingur í 2001. Seinastu árini hevur hon starvast sum heilsusystir í Suðuroynni. Frítíðarítriv. Sirið hevur verið virkin í Kirkjukórinum Ljómur í fleiri ár, seinastu árini hevur hon verið forkvinna í Ljómi. Hon hevur eisini verið nevndarlimur í Ruth Smith Savninum í Vági. Privat. Sirið Stenberg er gift við Jón Paula Olsen, saman eiga tey trý børn. Sirið er dóttir Ásgerð Stenberg, sum er fyrrverandi býráðslimur, og Flemming Stenberg. Steypakappingin í føroyskum hondbólti. Steypakappingin verður í løtuni (2012) nevnd Coca-Cola Cup. Kappingin er onnur av tveimum stórum kappingum í føroyskum hondbólti, hin er landskappingin. Liðini spæla fyrst innleiðandi dystir, har vinnararnir koma víðari, so koma finalu umførini, kvartfinalur, hálvfinalur og at enda sjálv finalan, sum vanliga verður spæld í Høllini á Hálsi. Steypavinnarar hjá monnum 1985 - 2012. Niðanfyri sæst yvirlit yvir hvussu ofta feløgini hava vunnið steypkappingina hjá monnum. Kyndil úr Havn hevur vunnið oftast, teir hava vunnið 9 ferðir, síðan koma VÍF, StÍF og Neistin á deildum øðrum plássi, teir hava vunnið 6 ferðir hvør. H71 hevur vunnið einaferð. Helgi Abrahamsen. Helgi Abrahamsen (føddur 24. november 1966 í Fuglafirði) er ein føroyskur politikari. Hann er sonur Óla og Sólrun Abrahamsen og er giftur við Oddbjørg Abrahamsen (fødd Frederiksberg). Tey búgva á Strondum og eiga trý børn: Sólrun (1993), Óli (1995) og Oda (2002). Frá 1999 til 2008 var Helgi Abrahamsen floksskrivari hjá Sambandsflokkinum, og í hesum tíðarskeiðinum var hann rættiliga virkin í samfelagskjakinum. Síðani 2008 hevur hann verið løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Hann er limur í Uttanlandsnevndini og Norðurlandaráðnum. Í 2010 - 2011 var hann formaður í Landsstýrismálanevndini og frá 2008 til 2011 var hann limur í Trivnaðarnevndini. Frá 2011 til 2015 var hann limur í Uttanlandsnevndini. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann ikki endurvaldur. Frá 2016 til 2019 arbeiddi Helgi Abrahamsen sum tíðindamaður, fyrst á Norðlýsinum og seinni á útvarpsstøðini R7. Í 2018 varð hann valdur til næstformann í Sambandsflokkinum og í 2019 varð hann aftur valdur í Løgtingið. Í september sama ár varð hann valdur til umhvørvis- og vinnumálaráðharra. Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum. Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum er ein føroyskur grunnur, sum letur gávugóðs (stuðul) til føroyskt listafólk. Latið verður úr grunninum 8. februar, føðingardag Thorvalds. Nevndin ger sjálv av, hvør skal fáa stuðul úr grunninum, tað verður ikki latið eftir umsókn. Fyrstu ferð stuðul varð latin var í 2001. Endamál. Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum. Nevndin. Ein trímannanevnd mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelag og formanninum í Lista Fólka Sambandi Føroya, LISA stjórnar grunninum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum er nevndarformaður. Í løtuni er nevndin henda: Sigurð í Jákupsstovu, rektari, Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag og Ólavur Jakobsen, formaður í LISA. Jazz. Jazz tónleikur (kann á føroyskum eisini skrivast djass, djassur, jassur ella jazzur) er eitt slag av afrikanskum-amerikanskum tónleiki, ið byrjaði seint í 19. øld og tíðliga í 20. øld í suðurstatunum í USA, sum ein kombinasjón av evropeiskum harmonitónleiki og afrikanskum tónleikaelementum, eitt nú bláir tónar, impovisasjón, polyrytmur, synkopsjón og swing (swung note). Jazz hevur eisini tikið til sín elementir úr amerikanskum popptónleiki. Jazzurin spjaddist kring heimin og tók fjølbroyttar tónleikamentanir til sín úr ymiskum londum, regiónum og úr lokalum tónleikamentanum, og harvið komu fleiri serstakir stílir av jazzi: New Orleans jazzur er frá tíðini frá fyrst í 1910-árunum, big band swing, Kansas City jazzur og Gypsy jazzur frá 1930-árunum og 1940-árunum, bebop frá mið-1940-árunum, Afro-Kubanskkur jazzur, West Coast jazzur, ska jazzur, cool jazzur, Indo jazzur, avant-garde jazzur, soul jazzur, modal jazzur, chamber jazzur, fríjazzur, Latínjazzur, smooth jazzur, jazz fusion og jazz-rock, jazz funk, loft jazz, punk jazz, acid jazz, ethno jazz, jazz rap, cyber jazz, M-Base og nu jazz. Louis Armstrong, ein av kendastu jazztónleikarunum, segði við Bing Crosby í einari útvarpssending, "Ah, swing, well, we used to call it syncopation, then they called it ragtime, then blues, then jazz. Now, it's swing. White folks - yo'all sho is a mess!" Í einari samrøðu í 1988 segði J. J. Johnson, trombonleikari: "Jazz is restless. It won't stay put and it never will". Søgan. Jazzurin mentist í USA, fyrst og fremst kring Mississippideltaðið og í býnum New Orleans har siðbundnar afrikanskar rytmur og arbeiðssangir vóru blandaðir saman við sálmar, marsch'ir og ikki minst kabaret og variete-tónleik úr Evropa. Sjálvt ymisk sløg av etniskum tónleiki vóru týðandi innsløg og gav íblástur, eitt nú írskur fólkatónleikur, ungarskur-jødiskur klezmertónleikur. Jazzurin hevur lutvíst felags søgu og bakgrund sum bluestónleikur, bluegrasstónleikur og countrytónleikur. Tann fyrsti jazztónleikurin uppstóð í New Orleans, við trompetleikaranum Buddy Bolden sum eitt av teimum kendu nøvnunum síðst í 19. øld. Chicago var ein av býunum, har tann nýggi tónleikurin slóg ígjøgnum, og síðan spjaddist hann skjótt til New York og teirr størru býirnir í Evropa. Tá ið Jazzurin gjørdist væl umtóktur víða um, sóu hvítir handilsmenn, at tað bar til at vinna pening við hesum tónleikinum. Jazzurin varð býttur sundur í tveir partar: Jazz og Sweet Jass. Man stavaði við 's' og legði afturat 'Sweet' fyri ikki at verða blandað saman við ektaðan svartan jazz. Í jassi var improvisationen eisini tikin burtur, alt skuldi skrivast niður. Júst sum nútíðar "Smooth Jazz", sum hevur sera lítið í felag við jazzimprovisasjón, sjálvt um harmoniskir svingningar og rytmikkur líkjast. Umleið 1910 kom tað stóra gjøgnumbrotið hjá jazzinum, í sambandi við, at hann var settur saman við tí nýggja dansitónleikinum sum two-step, one-step, foxtrot og onnur nýgg dansisløg. Paul Whiteman gjørdi frá umleið 1916 jazzin populeran í breiðari umhvørvum. Jazzurin kom til Evropa undir fyrra heimskríggi og gjørdist beinanvegin væl dámdur. Jazzurin kom enntá at ávirka tónasmiðir innan klassiska tónleikin sum til dømis Igor Stravinskij, Kurt Weill, Ernst Krenek, Erik Satie og aðrar. Tær fyrstu kendu jazzinnspælingarnar vóru gjørdar í 1917 av "Original Dixieland Jazz Band". Fyrst í 1920-árunum vóru innspælingar gjørdar av eitt nú "King Oliver's Orchestra" og "New Orleans Rhythm Kings". Ein týðandi jazzkomponistur og orkesturleiðari var Ferdinand "Jelly Roll" Morton, við hansara Red Hot Peppers. Hann var upprunaliga ein ragtimepianistur við sínum serstaka spælstíli sum menti eina frælsari synkopering. Í 1938 gjørdi Morton eina røð av innspælingum fyri Library of Congress, har hann framførdi og greiddi frá um menningina hjá jazzinum, bæði við sínum pianospæli og við frágreiðingum. Jazzur kann býtast upp í fleiri undirbólkar, og við tíðini er jazzur ávirkaður av tónleiki ymsastaðna frá. Orsøkin til hetta er at jazzurin slóg ígjøgnum í fleiri ymiskum mentanum og at improvisasjónin krevur nógv rúm. Ragtime, ein lættur synkoperaður tónleikastílur frá 19. øld og mentist av eitt nú Scott Joplin, var ein av stílsløgunum hjá jazzinum. Garbage. Garbage er ein amerikanskur rokktónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1993 av Butch Vig (trommur), Steve Marker (bass) og Duke Erikson (guitar). Føroysk met í inniróðri í 2008. Fyrsta kappingin í inniróðri í Føroyum varð hildin í Klaksvík í 2002. Tað er ymiskt hvussu rógvararnir verða bólkaði í Føroyum og í øðrum londum, tí kann tað vera ringt at samanbera metini. Tað eru serliga aldursbólkarnir sum vera ymiskt bólkaðir. Opni bólkurin, har tungvekt og lættvekt kappast, er tó altíð tann sami. Markið hjá tungvekt og lættvekt hjá monnum er 75 kg, meðan Anastacia. Anastacia (føðinavn: Anastacia Lyn Newkirk) (fødd í Chicago, 17. september 1968) er ein amerikonsk songkvinna og sangskrivari. Hon hevur selt yvir 20 milliónir fløgur síðan hon gav fyrstu fløgu sína, "Not that kind", út í 1999. Hon er fødd í Chicago og vaksin upp í New York. Hon skrivaði tann almenna HM-sangin "Boom" til HM í fótbólti 2002 í Korea/Japan. Hon framførdi sangin beint áðrenn finaluna millum Brasilia og Týskland í Yokohama. Í 2003 fekk Anastacia staðfest bróstkrabba, og síðan hevur hon gjørt eitt stórt arbeiði fyri at økja um kunnleikan til bróstkrabba hjá ungum kvinnum, m.a. við at seta á stovn "Anastacia Fund". Meðan hon var í stráluviðgerð fyri krabbamein skrivaði hon sangirnir, sum hon gav út í síni triðju fløgu, sum eitur Anastacia, hon kom út í 2004 og inniheldur m.a. sangirnir "Left Outside Alone", "Sick and Tired", "Heavy on my Heart" og "Welcome to my Truth". Tracktor Bowling. Tracktor Bowling er ein russiskur rokkbólkur. Bólkurin byrjaði í 1996. Suðureyri. Suðureyri er ein býur í Íslandi. Har búgva umleið 300 fólk. Bygdin var lá fyrr rættiliga fjarðskotin, ringt var at koma til bygdina. Men nú er ein 5 km langur tunnil, sum bindir Suðureyri saman við Ísafjørð. Suðureyri liggur í útnyrðingshorni Íslands. Lacuna Coil. Lacuna Coil er ein italskur metalbólkur úr Milano. Bólkurin byrjaði í 1994. Síðan stovnanina hevur bólkurin broytt navn tvær ferðir, hann hevur áður itið Sleep of right og Ethereal. Hafnir. Hafnir er ein bygd í Íslandi við umleið 100 íbúgvum. Bygdin liggur á Reykjanes hálvoynni. Í 1995 varð kommunan løgd saman við Keflavík og Njarðvík til nýggju kommununa Reykjanesbær, har knapt 14.000 fólk búgva. Tórsvøllur. Tórsvøllur er ein fótbóltsvøllur í Gundadali í Havn. Tórsvøllur er ein av tveimum tjóðar fótbóltsvøllum í Føroyum. Hin vøllurin er á Svangaskarði á Toftum. Tórsvøllur varð gjørdur í 1999 og hevur 6040 sitipláss. Tórsvøllur verður fyrst og fremst brúktur til fótbóltslandsdystir, men í 2012 varð hann eisini brúktur til allar steypafinalurnar, bæði í vaksnamanna- og ungdómsdeildunum, frá gentum og dreingmum U14 til kvinnur og menn hjá teimum vaksnu. Othello (sjónleikur). Othello er ein sjónleikur eftir William Shakespeare. Í 2008 varð hesin leikur framførdur í Føroyum av leikbólkinum HUÐRAR. Søgugongdin í Othello. ..."Hart stríð stendur í 1571 millum Venesia og Turkaland, sum bæði kanna sær oynna Kýpros. Herovasti hjá Venesia er hin gløggi og djarvi Othello, ið er nekari ella - sum tá var sagt – móri. Nú hendir tað, at Othello og ein vøkur genta úr Venesia, Desdemona, fáa hug hvørt á øðrum. Men Jago, vinmaður Othello, ger av at beina fyri lukku teirra. Burtur úr hesum hendingum hevur Shakesperare skapt ein tíðarleysan leik um kærleika og óndskap, góðtrúni og øvundsjúku "... Hví Othello? Orsøkin, til at júst hesin leikur varð valdur, eru berandi evnini í leikinum: øvund, góðtrúni og manipulatión. Evnini øvund, góðtrúni og manipulatión, eru tíðarleys evni, og síggjast aftur í maktstríðnum í flest øllum samfeløgum; eisini í tí føroyska. Til dømis síggja vit sera nógvan líkskap millum tað, sum gongur fyri seg í leikinum Othello, og tað, ið fer fram í politiska stríðnum í Føroyum. Í søguni Othello er persónurin Jago, sum hevur ein avskeplaðan moral, misnýtir sín myndugleika og gongur á odda í maktspælinum um hægsta sessin í herinum á Kýpros. Av tí, at hann sleppur so lætt frá sínum gerðum, og at fólk trúgva honum, sleppur hann mest sum at stýra sínum medmenniskjum. Hetta endar við einari vanlagnu, har fleiri fólk lata lív orsakað av hansara maktspæli og teirra manglandi evni at uppfata tað. Tulking. Av tí, at handritið er sera drúgt og leggur upp til eina 4 tímar langa framførslu, høvdu tey stytt nøkur brot í leikinum munandi, soleiðis at spælitíðin er uml. 90 minuttir; tó verður hildið fast um kjarnuna í søguni. Tey niðurstyttu brotini, verða lýst við øðrvísi miðlum, sum tónleiki, ljósið, rørslum og dansi. Hetta gevur leikinum sera nútímans, frískan og ungdómligan dám. Leikurin rørir á henda háttt eisini eitt sindur við tað surrealistiska. Hesir “alternativu” miðlarnir, vit hava nýtt á pallinum, hava serliga verið uppi at venda í kjakinum kring leikin. Var hetta bara fjas? Ein roynd at gera eitt “show”? Ella var virði í hesum pørtum? Góvu teir leikinum nakað? Leikbólkurin saman við øllum teimum, ið standa rundan um uppsetingina av leikinum, vóru sera spent uppá, hvussu leikurin fór at verða móttikin uttanfyri Føroyar. Leikurin framførdur í Lettlandi. Ungdómsleikbólkurin HUÐRAR var, ígjøgnum Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF), útvaldur til sjónleikafestival í Riga, høvuðsstaðnum í Lettlandi. HUÐRAR, ið er ein sjálvstøðugur ungdómsleikbólkur, var fegin um hendan møguleikan at sýna fram leikin uttanlands og menna listarligu førleikarnar. Festivalurin, leikbólkurin var útvaldur til, kallast NEATA - festivalurin. NEATA er paraplyfelagsskapurin fyri øll meginfeløg fyri áhugaleik í teimum norðurlendsku og baltisku londunum. Endamál felagsins og endamálið við festivalinum er at menna norðurlendska/baltiska netverkið innan leiklist og skapa eitt forum, ið kann geva íblástur og nýhugsan til menning av áhugaleiki í hesum londum. Hetta er fimmti NEATA – festivalurin, ið skipað var fyri. Festivalurin verður hildin annaðhvørt ár og ferðast millum tey lond, ið eru við í NEATA. Hann hevur higartil verið í Litava, Svøríki, Estlandi og í 2006 í Føroyum. Teir leikbólkar, ið luttóku, vóru útvaldir av meginfeløgunum fyri áhugaleik í teimum ymsu londunum í NEATA. Hetta gjørdi, at festivalurin hevði høga góðsku, og var tí sera gevandi fyri luttakararnar. Luttakararnir høvdu eisini møguleika at fara á ymiskar verksmiðjur, har arbeitt var við sjónleiki av ymsum slag. Skipað var fyri kjaki eftir hvønn leik, soleiðis at hvør leikbólkur fekk eftirmeting at arbeiða víðari við. Eftirmetingarnar av framførsluni hjá HUÐRUM vóru sera rósandi; dentur var lagdur á framúr gott spæl hjá øllum leikarunum og góðan tónleik á høgnum støði. Danska umboðið í NEATA nevndi leikbólkin HUÐRAR at verða hæddarpunktið á øllum festivalinum. Sellofan (sjónleikur). Sellofan er upprunaliga ein íslendskur einrøðuleikur, sum bleiv umsettur í samband við Listastevnuna 2005. Tjóðpallur Føroya skipaði fyri uppsetingini í august/september 2005. Um leikin. Sellofan snýr seg um lívið hjá karrierukvinnuni, sum í sínum stressaða dagligdegi roynir at samtvinna egnar arbeiðsambisjónir, barnauppalingina og sexlívið. Men eftirsum tað er heldur trupult hjá henni at náa alt, so verður ymiskt (sum til dømis: reingerð og rudding) útsett til seinni, man skal jú sleppa at hugna sær frammanfyri sjónvarpinum onkuntíð! Maðurin arbeiðir nógv fyri at tey skulu fáa ráð til hetta lívið, og eftirsum hann eisini skal hava sítt, og hon er farin at stúra fyri sexlívinum, fer hon at vinda seg inn í sellofan, tí tað hevur hon lisið í einum damu-blað, at monnum dámar væl. Hvussu er og ikki, so dámdu føroysku áskoðarunum væl leikin, tí heilt nógv fólk sóu hann. Sama skilið var í Íslandi, haðani leikurin upprunaliga kemur. Jógvan Skorheim. Jógvan Skorheim (føddur 16. juni 1982 í Klaksvík) er føroyskur politikari (Sjálvstýrisflokkurin). Hann hevur verið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu síðan 2013. Hann var býráðslimur og varaborgarstjóri í Klaksvíkar Býráð 2008-2012. Á løgtingsvalinum 2011 fekk hann við 245 atkvøðum næstflestar atkvøður á lista D fyri Sjálvstýrisflokkin. Tá flokkurin kom í samgongu, og valdi tingmaðurin, Kári P. Højgaard gjørdist innlendismálaráðharri, tók Jógvan sæti á Føroya Løgtingi. Okkurt tíðarskeið tók hann farloyvi úr Løgtinginum, og Kristianna Winther Poulsen tók sæti. Tá Kári P. Højgaard varð uppsagdur sum landsstýrismaður og tók sæti aftur á tingi, fór Jógvan Skorheim úr Løgtinginum aftur. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann valdur í Løgtingið sum tann fyrstvaldið hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hann luttók í samgongusamráðingunum millum fýra flokkar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkin, men hann og flokkur hansara valdu at taka seg úr samráðingunum og at vera í andstøðu. Klaksvíkar býráð samtykti, at tey ikki vildu geva Jógvan Skorheim loyvi til at røkja bæði borgarstjórasessin og løgtingsessin í senn, Jógvan boðaði sama kvøld frá, at so valdi hann borgarstjórastarvið framum og segði løgtingsessin frá sær, so leingi hann var borgarstjóri. Grýlan (sjónleikur). Stuttsøgan Grýlan hjá William Heinesen, varð í februar 2005 sett upp sum leikur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað er leikbólkurin Willieboys, sum setti leikin upp. Søgugongdin í stuttsøguni og leikinum. Grýlan er um fornan føstugangssið í Føroyum, og er at finna í savninum "Himinin Brosar" hjá William Heinesen. Christian Matras týddi søgurnar til føroyskt. Í Svínoy helt hesin siður sær heilt til 1956. Poengið í Grýluni er í stuttum, at hon skal tryggja lív, gróður og ávøkst. Tað ger Grýlan við at signa grøðina, djór og menniskju við Standara sínum (t.e. manligi kynslimurin). Men sum vera man hevur maðurin, sum á hvørjum ári letur seg í sum grýla, svárar trupulleikar av at sameina henda forna, heidna sið við sína kristnu trúgv. Og tað er júst hesin tvídráttur, ið skapar stóra spenningin í søguni. Eurovision Song Contest. Kort sum vísir londini sum kunnu luttaka í Eurovision Song Contest. Tey myrkagrønu hava luttikið í minsta lagi einaferð. Eurovision Song Contest, (Franskt: "Concours Eurovision de la chanson"), ofta stytt niður til ESC, Eurovision, ella EuroSong, er ein tónleikakapping, sum limir í European Broadcasting Union kunnu luttaka í. Talan er ikki bert um Evropa, men eisini um Norðurafrika, ein lítlan part av Miðeystri og norðara part av Asiu. Hetta er tí at sendinetið hjá EBU ikki bert fevnir um Evropa, men nøkur lond afturat uttanfyri heimspartamarkið. Hesi lond hava tí eisini møguleikan fyri at luttaka. Tónleikakappingin hevur verið fyriskipað á hvørjum ári síðan 1956. Hvørt limaland sendir ein sang, ið verður framførdur beinleiðis í sjónvarpi og/ella útvarpi. Síðani atkvøða londini fyri tí sanginum í kappingini, ið eftir teirra tykki er best umtóktur. Ikki er loyvt at atkvøða fyri sínum egna landi. Kappingin hevur verið send hvørt ár frá tí fyrstu kappingini í 1956, og er tað longst koyrandi sjónvarpsevni í heiminum. Kappingin er eisini eitt av teimum sjónvarpsevnunum í heiminum, ið savnar flestar áskoðarar, tá ítróttarsendingar ikki verða taldar við. Síðstu árini hevur áskoðaratalið ligið ímillum 100 og 600 milliónir kring heimin. Eurovision hevur eisini verið víst uttanfyri Evropa millum annað í Argentina, Avstralia, Brasil, Brunei, Kanada, Kina, Kolumbia, Egyptalandi, India, Indonesia, Japan, Jordan, Malaisia, Meksiko, Nýsælandi, Filipsoyggjunum, Singapor, Suðurkorea, Suðurafrika, Suriname, Taivan, Teilandi, USA, Uruguay, Venesuela, og Vjetnam. Hesi lond hava tó ikki rætt til at luttaka. Eitt undantak hevur tó verið givið. Tað var í 2015, tá Avstralia var bjóðað at luttaka í sambandi við 60 ára hátíðarhald kappingarinnar. Síðani 2000 hevur kappingin eisini verið send yvir internetið ígjøgnum almennu heimasíðuna www.eurovision.tv. At vinna Eurovision gevur listamonnum eina rúgvu av møguleikum og miðlaumtalu á yrkisleiðini. Artistar, ið eru vorðnir kendir av at hava luttikið í Eurovision, eru millum aðrar: italska Domenico Modugno, ið rakk triðja pláss í 1958 við sanginum "Nel blu dipinto di blu", betri kendur sum "Volare"; Svenski ABBA, ið vann kappingina í 1974 við sanginum "Waterloo"; Céline Dion, ið vann fyr Sveis í 1988 við franska sanginum "Ne partez pas sans moi"; spanski Julio Iglesias, ið rakk fjórða pláss í 1970, men hevur nú selt yvir 300 milliónir stakfløgur kring heimin; og bretski Bucks Fizz, ið vann í 1981 við sanginum "Making Your Mind Up". Í Danmark og Noregi verða tær lokalu tónleikakappingarnar nevndar Melodi Grand Prix. Føroyar hevur ikki luttikið sum land, men fleiri føroyingar hava roynt seg í innleiðandi umførunum í Danmark, Svøríki og Íslandi. Í Danmark hava t.d. hesi luttikið: Jens Marni Hansen (2010), tónleikabólkurin The Dreams (2008), Petsi Tvørfoss (2004) og Annika Hoydal (1979). Í Íslandi hevur Jógvan Hansen luttikið meir enn eina ferð, og í Svøríki hevur Brandur Enni luttikið, eisini meira enn einaferð. SSP. SSP stendur fyri samstarv millum skúla, sosiala verkið og politiið. SSP er stutt og greitt eitt tvørfagligt samband millum skúlan, sosialar myndugleikar og løgregluna. SSP hevur ein umráðandi leiklut fyri at fyribyrgja herverk, harðskap og misnýtslu millum ung. Ætlanin við hesum samstarvið er, at man arbeiðir fyribyrgjandi, sostatt at ung kunnu fáa vegleiðing og stuðul, áðrenn tey koma út í kriminalitet. Hvat er kriminalitetur? Fatanirnar eru ymsar tá ið tað kemur til hvat kriminalitetur er, men kriminalitetur er í roynd og veru, tá ið tú hevur brotið eina lóg. Hvør er kriminellur? Tað er ymiskt hvør verður hildin at verða kriminellur. Summi siga, at so skjótt tú hevur brotið eina lóg, ert tú kriminellur, meðan onnur siga, at um lógarbrotini endurtaka seg aftur og aftur, so er talan um at vera kriminellur. Fyrr varð hildið av summum, at tú sást hvørji vóru kriminell og hvørji ikki. Enntá hildu summi fólk seg eisini vita, hvat slag av brotsverki ein persónur helst fór at fremja. Hetta sást á skalla skapinum, nøsini, oyrunum, eygunum og høkuni. Tað var ikki nakað tú kundi gera við, tí soleiðis vart tú bara føddur. Fólk við serligari útsjónd vórðu tí oftari løgd undir brotsverk og sett føst. Kyn og kriminalitetur. Sum sagt, so eru tað fleiri mannfólk enn kvinnur, ið gera brotsverk og onnur lógarbrot. Dreingir eru kanska frekari og djarvari enn gentur. Men eisini kann orsøkin vera, at dreingir skulu liva upp til hetta at vera raskir, og kanska eisini prógva sítt virði? Tað fellur tí lættari hjá dreingjum at fremja innbrot, ræna og at leypa á. Harafturímóti eru líka nógvar kvinnur sum menn, ið stjala úr handlum. Kriminalitetur í býi og á bygd. Meiri kriminalitetur verður framdur í býi enn á bygd. Orsøkin til hetta er, at fólk ikki kennast so væl sum á bygd. Um tú býrt úti á bygd, so er verri at gera herverk inná bilin hjá nábúgvanum, enn um tú býrt í býi. Býur er størri og tað ger møguleikarnar fyri, at ein og hvør annar kann hava gjørt herverkið. Ung og kriminalitetur. Tá talan er um ung – 15 til 19 ár – og kriminalitet, er talanin serliga nógv um innbrot, tjóvarí og herverk. Tá tosað harðskap, verður tað serstakliga tosað um 20 til 24 ára gomul, tað verður framt av. Tá tú ert ungur, roynir tú at finna teg sjálvan, og fer so smátt frá foreldrum tínum. Tú roynir at finna út av hvat tú klárar, hvat tú torir og hvat tú ikki torir og klárar, og tú kann finna uppá at gera onkur brotsverk, men tað veldst eisini hvat hvørjum vinarbólki tú ert umringaður av ella roynir at verða ein partur av. "Tá ið vit spyrja tey ungu um grundgeving fyri, at tey fremja lógarbrot, verður tað oftast svarað:" Hvat kann verða gjørt? "Á samfelagsligaøkinum kann vera talan um:" "Á einstaklingaøkinum kann vera talan um:" Enn verður nógvur kriminalitetur framdur. Men tó verða fólk kunnaði nógv meira, enn tey vórðu tá. So vit verða meiri vís um kriminalitet og lógarbrot. Fyrr var ofta ein sjálvfylgja, at tú gjørdi tað hini gjørdu, eisini um tú ikki hugaði hetta. Fólk søgdu ikki ofta frá um, at hetta ikki var nakað tey høvdu áhuga í at gera. Tað er nógv sum kann gerast fyri at fyribyrgja lógarbrotum. Eitt sum verður nokk so nógv brúkt er upplýsingarátøk, so man kann fyribyrgja áðrenn brotini verða framd, og at hjálpa familjum, ið eru illa fyri fíggjarliga, tí tað eru ofta hesi, sum koma útfyri kriminaliteti. 1800. 1800 (MDCCC) var sambært gregorianska kalendaranum ikki eitt leypár, men sum undantak eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1990-árini. Øldir: 19. øld - 20. øld - 21. øld Áratíggju: 1940-árini 1950-árini 1960-árini 1970-árini 1980-árini - 1990-árini - 2000-árini - 2010-árini 2020-árini 2030-árini 2040-árini Ár: 1990 1991 1992 1993 1994 1995 1996 1997 1998 1999 2010-árini. Øldir: 20. øld - 21. øld - 22. øld Áratíggju: 1960-árini 1970-árini 1980-árini 1990-árini 2000-árini - 2010-árini - 2020-árini 2030-árini 2040-árini 2050-árini 2060-árini Ár: 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 Metronidazol. Metronidazol er eitt antibiotika sum virkar uppá anaerobar bakteriur. Ria Tórgarð. Jóhanna Maria Tórgarð, betri kend sum Ria Tórgarð (fødd 1960) er ein føroyskur sjónleikari, leikstjóri, leikrithøvundur og týðari. Hon hevur nomið sær útbúgving á sjónleikara- og leikstjóraskúla Voionmaan Opisto í Finnlandi í 1988. Ria hevur spælt nógvar sjónleikir í Føroyum og lagt røddir til útvarpsleikir, teknifilmar og ljóðbøkur. Harumframt hevur hon eisini leikstjórnað nakrar leikir. Hon hevur starvast sum sjónleikari og leikstjóri á Tjóðpalli Føroya síðan 2000 og sum sjónleikari á Teatur Grugg síðan 2006. Hon er dóttir Axel Tórgarð og abbadóttir H.C.W. Tórgarð. Bæði systir hennara, Súsanna Tórgarð, og beiggi hennara, Hans Tórgarð, eru eisini sjónleikarar. Ria er limur í Leiklistaráðnum. Leikir, sum Ria Tórgarð hevur spælt ein leiklut í. Harafturat hevur hon lagt røddir til ymsar útvarpsleikir, teknifilmar og ljóðbøkur. Fimleikafelagið Flog. Fimleikafelagið FLOG varð stovnað í 1989. FLOG er heimahoyrandi í Fuglafirði. Felagi hevur uml 180 íðkarar í aldrinum 2 - 25 ár. Íðkarnir í FLOG koma frá Eysturoynni og Norðoyggjum, men serliga úr Fuglafirði, Leirvík og Gøtunum. Russiska kollveltingin 1917. Kollveltingin í oktober 1917 í Russlandi. Russiska kollveltingin er tann politiska broytingin sum fór fram í Russlandi í 1917, herí februarkollveltingin, sum førdi til at zar stýrið varð koyrt frá og oktoberkollveltingin, sum førdi til at bolsjevikkarnir við Lenin og Trotskij á odda komu til valdið og Sovjetsamveldið varð sett á stovn. Kapitalisman skal burtur. Í 20. øld ráddi Zarin í øllum Russlandi. Konufólk, bóndir og fólk ið ikki áttu nógv, vóru kúgaði niður. Tey høvdu rætt til lítið og einki, lítið var av peningi og mati. Hann lovaði ei heldur fólkinum í skúla. 75 % av fólkinum dugdi hvørki at lesa ella skriva. Hann gjørdi hetta tí hann helt um fólk blivu útbúgvin, so broyttu fólk sína politisku meining, og so var størri kjansur fyri at hann bleiv valdur frá. Teir sum høvdu nógv vald vóru góðseigarnir, kirkjan, aðalin og Zarurin. Góðseigarinir vóru teir sum áttu jørðina og bóndin var lívognarbóndi. Tað meinast við at hann var ein partur av góðsinum júst sum fenaðurin. Tey sloppu ikki at flyta, um ikki góðseigarin segði at tey kundu og hann hevði eisini rætt at revsa bóndan. Aftnaná at bóndirnir fingu frælsi broyttist lítið og einki. Í 1890 royndi Russland at fáa gong í ídnaðin. Fyritreytirnar vóru góðar tí í jørðini var nógv kol, jarn og olja. Men teir høvdu trupulleikar við at flyta hesar, so tey gjørdu eina jarnbreyt um Sibiria til Kyrrahavs. Hendan jarnbreytin gav Russland nógvir møguleikar. Teir kundi leggja øki í Kina undir seg, grava eftir málmi í Sibiria og fáa fólk at flyta til Sibiria og síðani búseta seg har. Russland lánti pening frá Fraklandi, og eisini fekk Russland íðnaðarvirksemi. Men bøndirnir goldu í roynd og veru mest. Teir fyrstu sum fóru at arbeiða í íðnaðinum, tað var bóndir ið vóru fluttir til Skt. Pætursborg og Moskva. Livikorini har vóru betri, men tey høvdu ikki lov til stovna verkfeløg ella fara í verkfall. Í teimum stóru býinum vóru politiskirflokkar stovnaðir í loyndum. Ein av teimum var ein sosialistiskur flokkur, sum Vladmir Iljitsj Uljanov, sum kallaðist Lenin, hevði stovnað. Hann var ein eldhugaður kollveltingarmaður. Hann helt at tað nyttaði einki at drepa Zarin, men haraftur ímóti stovna ein sterkan flokk, við lærdum og kollveltingahugaðum fólkið, sum kundi kollvelta gomlu skipanina. Flokkurin hjá honum kallaðist Russiski sosialdemokratiski arbeiðaraflokkurin, men bleiv kallaður bolsjevikkaflokkurin, sum merkir meirlutan. Í 1915 gjørdist uppreistur ímóti sarinum, men eingin politiskurflokkur hevði skipað fyri uppreistrinum. Loyniløgreglan hjá Zarinum hevði gjørt tað sodan at politisku oddamenninir vóru noyddir til at rýma til Vesturevropa, ella vóru burtursagdir til Sibira. Lenin var í Sveis. Tað var blivi ein stórur ruðuleiki í Russlandi. Russland hevði tapt kríggi móti Japan, og grøðin miseydnaðist so nógv fólk hevði lítið og onki at eta. Tað førdi til ein uppreistur og tað gjørdi at 200.000 fólk fóru til kravgongu til borgina hjá Zarinum í Skt. Pætursborg og kravdu mat. Hetta endaði við at hermennirnir skutu gjøgnum mannafjøldina og eini 1000 fólk vóru dripin. Hesin dagurin er kallaður blóðigi sunnudagurin. Og nú var gongd komin á kollveltingina. Fólk fóru í verkfall og valdi sjálvt ráð, sum skuldi taka ræðið í egna hendur. Uppøstir bøndur herjaðu á góðsini, settu eld á og drupu góðseigarnir. Hermennirnir fóru eisini í part við uppreistrarfólkini, og so smátt byrjaði Zarveldið at detta frá hvørjum øðrum. 1917 – Kollveltingin eydnast. Tað var skjótt greitt, at sarstýrið helt ikki ímóti trýstinum, ið stóðst av fyrra heimskríggi. Russisku hermenninir vóru illa útgjørdir, herstýrið sveik, og fleiri hundrað túsund hermenn fullu í bardøgnum. Tað bar á, at vápnaleysir hermenn vórðu beindir í álop. Teir fingu at vita at teir skuldu taka vápnini hjá falnu feløgum sínum. Mannfallið var stórt, og Zarurin, sum skipaði kríggið, varð lagdur undir dugnaloysi, og ónøgdin hjá aðalinum og miðstættinum vaks støðugt. Støðan gjørdist verri og verri. Arbeiði við jarnbreytina steðgaði, og hungursneyð var. Veturin í 1917 var ræðuligur har fólk í hópatalið doyðu í hungri. Í mars orkaðu fólk ikki meira, og enn einaferð brast uppreistur á. Og hesuferð var tað konufólki ið vóru á odda. Tey fóru úr arbeiðinum og út á gøturnar og kravdu mat. Bóndirnir herjaðu á góðsini og býttu jørðina millum hvønn annan, og tá ið tíðindi um uppreistin komu til hermennirnir deserteraðu fleiri túsund herðmenn fyri at keypa sær eitt jarðarstykki, og fyri at samfelagið ikki syndraðist vildi aðalin og miðstætturin hava Zarin frá. Zarurin valdi sjálvur at fara frá. Síðani kom ein fyribilsstjórn og ein nýggji grundlógarskipan var gjørd og tað var endin á sarveldinum. Boljsevikkar taka ræðið. Lenin, sum hevði búð í Sveis, kom aftur til Russlands, við vissu um at kollveltingin hevði givi fólkinum ein annan politiskan hugburð, og aftaná fyrsta veraldarbardaga hevði man ein møguleika at kollvelta kapitalismuna í øllum heiminum, eydnaðist hettar var hann vísur í at so fóru hermenn, bóndir og arbeiðarar í øllum heiminum at fylgja teimum. Lenin segði at heimskollveltingin stendur fyri durunum. Ikki øll vóru samd við hesum, men tað eydnaðist honum at sannføra tey mestu í flokkinum hjá sær, og hann kom upp við einum herrópi sum øll skiltu týdningin av ”Friður, jørð og breyð.” Hetta meintist við at fólkið hevði rætt til mat, jørð og valdi í landinum. Bolsjevikkarnir vóru góðir til at vísa seg fram, og teir áttu meirilutan í teimun týdningarmestu sovjettunum. Fyribilsstjórnin stóð ikki væl, og eftir ein stuttan skotbardaga tóku hermenn og arbeiðarar hermennirni til fanga. Hetta var 7. novembur 1917. Ein nýggj stjórn við Lenin á odda var tilnevnd. Við í hesari nevndini vóru Trotskji og ein maður við dulnevninum Stalin. Bolsjevikkarnir vóru vísur í at vinna valið til tjóðartingið, men teir fingu bert 25% av atkvøðunum. Men lenin vildi ikki geva valdið frá sær og tók tjóðartingið av í januar 1918, so aðrir politiskir flokkar vóru bannaðir. Tað nýggja ríkið setti seg fyri at bøta um viðurskiftini í landinum. T.d skuldu kvinnur hava valrætt og skuldu fáa somu løn sum mannfólk fingu og somu rættindi í hjúnalagnum. Ein av teimun sum vóru á odda við hesum var almannaráðharrin Aleksandra Kollontaj, sum var ikki vældámd millum mannfólk hóðast Lenin stuðlaði henni. Kommunistaflokkurin vildi ei heldur góðtaka kirkjuna tí at tey hildu at kirkjan hevði stuðla Zarinum og valdi hansara, og øll jørðin sum kirkjan hevði átt, bankar og ídnaðurin fóru til landið. Síðani í mars 1918 eydnaðist tað Lenin at taka Sovjetsamveldið burturúr krígnum, tí hann helt at nú mátti friður valda. Men friðurin kom ikki. Góðseigarar, herðovastar og kirkjan eggjaðu fólki til at fara ímoti kommunistaflokkinum, sum vóru kallaðir teir reyðu. Teir kallaðu seg sjálvan teir hvítu. Hesi báðir partarnir gjørdu at innanlandskríggj byrjaði og hetta kríggji vardi í 3 ár og 7 mio. fólk doyðu. Tey hvítu fingu mangt annað hjálp frá USA, Bretlandi og Fraklandi sum ikki dámdu Leninsa kommunistiska stýrið. Endin var at tey reyðu vunnu. Flestu bøndurnir vóru í parti við teimun reyðu, tí teir óttaðust fyri at missa teirra jørð um teir hvítu vunnu. Sovjetsamveldið aftaná deyða Lenins. Lenin hevði vóna at onnur lond fóru at skipa fyri arbeiðiskollveltingum, og síðani koma til Sovjetsamveldinum til hjálpar. Men allar kollveltingar vóru bardar niður aftur beinaveg. Sovjetsamveldinum var nú blóðfátækt, og noyddist einsamalt svara hvørjum sítt. Í 1924 doyði Lenin, hann hevði stutt áðrenn skrivað eitt politiskt testament, har hann ávaraði ímóti at geva Stalin ov nógv vald. Men ávaringin kom forseint fram, og Stalin hevði longu fingið starv sum aðalfloksskrivari, og hevði stóra ávirkan á hvør kundi sleppa at gerast limur í flokkinum. Natúrligi eftirmaður Lenins var trotskij. Hann hevði verið oddamaður hjá reyðaherinum gjøgnum innanlandskríggið, eisini var hann ein góður røðari og fyriskipari. Hann helt fast um, at sovjetsamveldið skuldi arbeiða fyri heimskollvelting, sum hann helt skjótt fór at koma. Stalin helt, at hetta ikki fór at bera til og vildi heldur tryggja sær sosialismu í einum landi. Sovjetsamveldið mátti nú hava sjálvsálit og dúva upp á natúrligu tilfeingi landsins. Í 1925 misti Trotskij øll álitsstørv, og varð koyrdur úr flokkinum. Hann varð ákærdur fyri at spjaða flokkin, og tað eydnaðist Stalin at koyra hann frá. Í 1929 bleiv Trotskij útihýstur úr landinum. Ídnaðarkollveltingin. Ein Watt-dampmaskina, sum var við til at leggja lunnar undir Ídnaðarkollveltingina. Ídnaðarkollveltingingin var eitt tíðarskeið frá 1750 til 1850, har stór menning fór fram innan landbúnaðin, samferðslu, framleiðslu, minuarbeiði og innan teknologi. Henda menning byrjaði í Onglandi, men fór síðan víða um í Vesturevropa, Norðuramerika og Japan, og síðan fór henda kollvelting fram um allan heimin og broytti hann. Fyrra ídnaðarkollveltingin. Fyrsta ídnaðarkollveltingin byrjaði uml. Í 1760, tá ið verksmiðurnar byrjaðu at koma, og fólkini sum livdu úti á landinum, komu til stórbýðirnar at fáa sær arbeiði í teimum nýggju verksmiðunum. Onnur ídnaðarkollveltingin kom í 1870 tá ið verkmannafeløgini byrjaðu so smátt at koma. Hesi arbeiddu í teimum skitnu og vánaligu verksmiðjunum. Áðrenn næsta ídanðarkollveltingin kom, vóru arbeiðsdagarnir langir og drúgvir og lønin var lítil. Lógir vóru settar í gildi fyri at bøta um viðurskiftini hjá arbeiðarunum, t.d. var bannað børnum undir 9 ár, at arbeiða. Børn, ið arbeiddu í kolanámum skuldu vera 10 ára gomul. Eisini varð ásett, at arbeiðsdagurin skuldi vera 10 tímar. Umleið 1850 bleiv tað fyrsta verkamannafelagið sett á stovn. Verkfall var teirra sterkasta vápn ímóti vánaligu umstøðunum og lítlu lønini. Hettar gjørdi gerandisdagin hjá arbeiðsfólkunum bæði lættari og frægari enn áðrenn. Umleið 1870 kom ein fíggjarkreppa. Hetta var orsaka av øllum teimum nógvu ídnaðarvørunum, ið komu á marknaðin. Ringt var at sleppa sær av við allar tær gomlu vørurnar, so neyðugt varð at lækka prísin, tí var vinningurin av vørunum alt ov lítil. Hettar gjørdi, at ídnaðarlondini fóru í gongd við at menna tøknifrøðina, so vørurnar kundu gerast bíligari. Bretland, sum hevði verið langt fremst av ídnaðarlondunum, megnaði ikki at fylgja við í kappingini við USA og Týskland um at menna tøknifrøðina. Onnur ídnaðarkollveltingin. Onnur ídanðarkollveltingin hevði við sær, at umstøðurnar hjá arbeiðandi fjøldini batnaði. Gerandisdagurin gjørdist lættari og fátækradømi minni. Matur varð fluttur úr einum heimsparti í annan. Hesin flutningur var við skipum, ið høvdu serliga kuld alast, so maturin ikki spiltist. Síðani varð vøran flutt í land og send víðari við toki til meginlandið. Ravmagn gav betri orku enn gúvuorka. Hetta hevði við sær, at verksmiður byrjaðu at gera hjálparamboð í hópatali. Londini blivu knýtt tættari av ídanðarkollveltingini, ikki bara tí at tað komu gúvuskip, ið sigldu skjótari í øllum veðri. Tað vóru telegrafurin, telefonin og útvarpið, sum gjørdu, at boð kundu sendast skjótt millum lond. Avleiðingar av ídnaðarkollveltingini eru at síggja allastaðni í dag. Næstan alt, sum vit brúka er gjørt á virkjum, har er tað bæði bíligari, lættari og í nøkrum førum betri vørur. Nøkur dømi kundu verið teldur, sum vit brúka næstan hvønn dag, klæði, bilar o.sfr. Framleiðsla á virkum fer ofta illa við náttúruni. Framleiðslan av vørunum hevur ofta dálkað illa. Eisini verða nógv fólk søgd úr arbeiði, tí maskinurnar klára at gera næstan alt arbeiðið. Ídnaðarkollveltingin hevur ment heimin til tað hann er í dag, bæði uppá gott og ringt, t.d. so er ídnaðarkollveltingin ein orsøk til okkara nýmótans og framkomna samfelag. Henda seinna ídnaðarkollveltingin gav fólkinum fleiri pengar millum hendurnar og arbeiðandi fólkið byrjaði at fáa fleiri rættindi. Tøknin mentist eisini. Tøknin, sum vit kenna í dag er ein avleiðing av ídnaðarkollveltingini. Tíverri førdi henda seinna ídnaðarkollveltingin eisini stóra dálking við sær. Kol og olja varð nýtt á verksmiðjunum, t.d. brúkti ein vanlig verksmiða tvey tons av koli uppá 15 tímar. Kommuna. Ein kommuna er ein eind, sum stýrir einum øki í einum landi. Eitt býráð ella bygdarráð stýrir kommununi. Flestu kommunur hava eina umsiting, sum tekur sær av tí fyrisitingarliga, sum t.d. at taka sær av rokningum, at taka ímóti boðum ella klagum frá borgarunum t.d. um teknisk mál, at gera mál klár til býráðið at taka støðu til. Heilt smáar kommununur hava ofta onga umsiting, tær hava tó sum oftast avtalu við ein lokalan bókhaldara. Málið hjá kommunum er at skapa best møguligar umstøður hjá fólki. Í 2009 vóru 30 kommunur í Føroyum til samans. Áðrenn tað var talið umleið 50. Kommunal viðurskifti. Í okkara samfelag er nógv ymiskt kommunalt. Kommunan hevur nógvar ymiskar uppgávur innanfyri tað sosiala, tað er: at byggja og reka skúlan og frítíðarundirvísing, at umsita barnaforsorgarlógina, at útvega bústað, viðtaluhøli og tól til kommunulæknar. Eisini skal kommunan gjalda fyri heilsu-, heima- og skúlasjúkrasystir, skúlalækna og skúlabarnatannarøktina. Kommunan syrgir eisini fyri at veita tænastur sum: at byggja bygdavegir, gøtuljós, vatnverk, ungdómshús, barnagarð, syrgja fyri kirkjugarði, ruskburturbeining, kloakk og byggja ítróttarhøll og ítróttarvøll o.s.fr. Kommunalar nevndir. Tað er ymiskt hvussu nógvar og hvørjar nevndir, ið kommunur hava. Tær minstu kommunurnar í Føroyum, sum hava færri enn 500 íbúgvar, hava ofta als onga nevnd, har eru tað bygdarráðini ið taka sær av øllum málum. Í størri kommunum eru fleiri nevndir, sum eru mannaðar av 3-4 býráðslimum. Sum dømi kann nevnast, at Tórshavnar Býráð í 2008-2012 hevði sjey nevndir: Fíggjarnevndin, Byggi- og býarskipanarnevndin, Mentamálanevndin, Sosiala Nevndin, Havnarnevndin, Heilsu- og Umhvørvisnevndin og Tekniska Nevndin. Tær størri kommunurnar hava ofta staðbundnar nevndir fyri bygdir ella oyggjar, sum ofta hava verið sjálvstøðugar kommunur fyrr, men nú eru lagdar saman við tí størri kommununi. Kommunan fíggjarliga. Høvuðsinntøkan hjá kommununi er skattur frá borgarunum, sum búgva í kommununi. Skattaprosentið hjá kommununum í Føroyum liggur umleið 20. Størra partin av inntøkuni koma tó frá kommunuskatti, og allir borgarar gjalda sama prosent í kommunuskatti. Hóast kommunur fáa nógv skattapening, kosta allar uppgávurnar nógv. Nógv av útreiðslunum eru fíggjaðar við lántøku, sum skal gjaldast aftur. Tá ið rentur og avdráttur á lánum eru, tyngir tað nógv raksturin hjá nógvum kommunum í dag. Feløg sum arbeiða við kommunalum viðurskiftum. Føroya Kommunufelag (FKF): varð stovnað í 1968. Í felagnum eru 45 kommunur. Mál, sum felagið arbeiðir við, er alt, sum hevur við kommunal viðurskifti at gera. IRF: IRF er ein interkommunalur renovasjónsfelagskapur. IRF tekur sær av nátturu- og umhvørvisvernd. T.v.s. beina rusk, tøma rottangar, reinsa kloakkir o.s.fr. Allar kommunur í Føroyum eru limir í IRF, uttan Tórshavnar Kommuna. Kommunusamskipan Føroya (KSF): 7 kommunur eru limir í KSF. KSF skipar fyri mál sum er beinleiðis viðkomandi fyri borgaran. Dømir: gera lógarsmíð og lógartulking, uppskot til mannagongdir og skipanir, førleikamenning v.m. SEV: SEV tekur sær av elgerð og letur streym til brúkarar í Føroyum. Allar kommunur í Føroyum eru limir. Minetegneserier. Minetegneserier er ein umfatandi databasa, har endamálið er at skráseta allar teknirøðir, sum eru útgivnar í Skandinavia, við forsíðumynd, innihalddsyvirliti, ISBN, upplýsingum um útgávur og uppløg, upplýsingum um upphavsfólk o.s.fr. Í fyrstuni kundu bert norskar teknirøðir skrásetast, men várið 2014 varð databasan víðkað til eisini at umfata danskar og svenskar teknirøðir. Í januar 2017 vóru umleið 56 000 norskar, 25 000 danskar og 35 000 svenskar teknirøðir skrásettar á Minetegneserier. Í Danmark og Svøríki eru eisini wikiir um teknirøðir, ávikavist ComicWiki og Seriewikin. Crailsheim. Crailsheim er ein býur í Týsklandi. Býurin liggur í týska statinum Baden-Württemberg. Í býnum búgva 32 342 fólk (2011). Býurin liggur báðumegin ánna Jagst. Fólk hava búð á staðnum síðan 7. øld, men tað fyrsta skrivliga skjalið, ið prógvar at býurin hevur verið til, er frá 1136. Í 1875 fekk býurin eina jarnbreytastað ið er partur av Stuttgart – Nürnberg linjuni. Liktinstein. Liktinstein er eitt land í Miðevropa, sum liggur millum Sveis og Eysturríki. Landið er sera lítið og fevnir bert um áleið 160 km2. Fólkatalið er umleið 37.000. Høvuðsmálið í Liktinstein er týskt. Liktinstein er einasta týskt-talandi land, ið ikki hevur mark við Týskland. Liktinstein er eitt fúrstadømi. Høgt uppi í Ríndali, á markinum ímillum Sveis og Eysturríki, er lítla týskmælta fúrstadømið Liktinstein. Liktinstein er eitt av fáu smáríkjunum í Evropa, sum hevur megnað at varðveitt sjálvræði sítt. Heilt óheft er landið kortini ikki, tí at tað hevur gjaldaoyrasamband við Sveis og nýtir eisini postverkið og telefonverkið í Sveis. Í uttanríkismálum samstarva teir eisini við grannan fyri vestan. Fíggjarligar tænastuveitingar eru týdningarmiklar fyri búskapin í Liktinstein, og fræls bankalóggáva og støðug politisk viðurskifti draga mong peningafólk higar. Virkin landbúnaður, blómandi smáídnaður og ferðavinna veita landinum góða inntøku. Mongu vinnuvegirnir gera Liktinstein til ógvuliga ríkt land. Liktinstein ger vøkur frímerkir, ið eru nógv eftirspurd millum savnarar. Frímerkjasøla er um 10 % av árligu ríkisinntøkunum. Led Zeppelin. Led Zeppelin var ein enskur rock og blues tónleikabólkur, sum var virkin frá 1969 til 1980. Bólkurin byrjaði sum The New Yardbirds í 1968. Jimmy Page, ið hevði spælt gittara í The Yardbirds, heitti á John Paul Jones, sum hann kendi úr studio-tónleikara umhvørvinum í London, at koma við sær í nýggja bólkin. Aftrat sær fingu teir sangaran Robert Plant og trummusláaran John Bonham. Eftir at hava spælt nakrar ferðir undir navninum The New Yardbirds, fóru teir at kalla seg Led Zeppelin. Slóðir úteftir. Led Zeppelin Evropearar leggja heimin undir seg. Tá ið Portugal og Spania fóru út í heimshøvini við skipum, vildi man byggja størri og betri skip. Tað var neyðugt, tá ið tað skuldi siglast langa leið yvir til India fyri at keypa kryddaríir o.a. tílíkt. Aftur at hesum tíðarskeiðinum var tað týdningar mikið at leggja lond undir seg, fyri at ikki at fella burturúr. Niðurlendingar vóru fremstir í 17. øld á hesum øki, men í 18. øld vóru fraklendingar og onglendingar á odda. Øll lond sum evropeararnir tóku til sín vóru nevnd hjálond. Tvey sløg av hjálondum. Hjálond verða oftani skipað í tveir bólkar. Tað er tey lond, sum við valdi vórðu løgd undir fremmant harradømi, til dømis India, sum Ongland tók, og Eysturindia (Indonesia), sum Niðurlond løgdu undir seg. Og so eru tað tey, har niðursetufólkið er komið uttanífrá, t.d. Norðuamerika og Avstrailia. Gomul hjálond í Àsia, Afrika og Suðuramerika sum eru í fyrra bólkinum, verða kallað menningarlond. Stórur partur av fólkinum í hesum londum eru í fátækadømi og líða í hungri og eru øgiliga sjúk. Í seinna bólkinum eru Norðuramerika og Avstrailia. Tey eru vorðin rík ídnaðarlond. Handil er kríggj. "Handil er kríggj," Tað segði ein franskur fíggjarmálaráðharri í 17. øld. Í 1651 gjørdu onglendingar siglingarlógina, ið snúði seg um, at allar vørur, sum til Onglands skuldu, antin skuldi førast við bretskum skipum, ella við skipum úr londum haðani farmurin var. Hetta var ikki gott fyri Niðurlond, sum í nógv ár høvdu silgt við fremmanda vørum og vunnið nógvan pening. Seinni var tað Frakland, ið kom upp í leikin, og nú stóðu tey bæði londini ímóti hvørjum øðrum. Tað varð nógv kríggjað í 18. øld, og Ongland og Frakland bardust eisini hvørt ímóti øðrum, t.d. Í Norðuramerika, Karrabiahavi, í India og Evropa. Evropiskt harraveldi. Hjálandafólkið var nú undir Evropiskum harraveldi, og teirra arbeiði var at fáa so mest burtur úr jørðini, men tá ið vøran skuldi arbeiðast til útflutnings, vórðu upprunafólkinum altíð settar forðingar. Ídnaðurin í Evropa mentist, og tørvurin á nýggjum ótilvirkaðum vørum, t.d. líni, tini, gummi og pálmaolju. Marknaðan vaks nú eisini fyri lidnum vørum, úr ídnaðarlondinum. Nú fingu hjálondini ótilvirkaðar vørur til vega, og ídnaðarlondini og tilvirkaði tær so og seldu tær. Hjálondini fingu sjálvstýri, men trupult var hjá teimum at fara nýggjar leiðir og broyta gamlar siðir. Nú á døgum keypa ídnaðarlond bílligari ótilvirkaðar vørur frá menningarlondum og selja somu londum ta lidnu vøruna fyri nógvan pening. Ymsar vørur. Áðrenn 18. øld komu nógvar ymiskar vørur úr øðrum londum enn bara í Evropa. Bummull úr India, teppi úr Persia, silki og postalín úr Kina. Tað var ein stór atvold til teir trupuleikarnir menningarlondini nú dragast við, hvussu handilin tók seg upp í 15. og 16. øld. Fyri 16. øld var lítil munur á lívskrøvinum í Evropa og í øðrum londum. Nú eru tey flestu londini í Afrika í fátækadømi. Vápnatøkni. Heimurin lá nú opin fyri Evropearum. Teir vildu royna aðrar leiðir og fáa hendur á nýggjum vørum. Ofta varð tikið til vápnini, og í bardøgunum var við upprunafólkinum vóru Evropearar í yvirluta. Hetta var tó ikki løgið tí vápnasmiðurin í Evropa hevði ment seg og var nógv betur. Tí máttu afrikanar, ásiatar og indiánar lúta fyri Evropearum. Fremmandar vørur. Frá indiánum í Suðuramerika fingu evropearir evnir til heilivág. Kinin fyri hita, stryknin at styrkja kroppin, og vamlrót til at spýggja av. Eisini fingu teir tomatir, kakao, mais og bønir. Ein Spanskur hermaður fann epli í Kolumbia, og henda planta kom til Evropa um 1800. Tað er nú ein vani at eta epli til døgurða her um okkar leiðir. Í 17. øld fóru onglendigar at drekka te. Plantan kemur úr Kina. Onglendigar eru nú vorðnir kendir fyri at drekka te. Sukur var dýrt og var at fáa á apotekum, evnað til tablettir. Næstan alt sukur bleiv dyrkað á Madeira. Seinni vóru stórlendi í Amerika tikin til sukurgrøði. Brasil gjørdis miðdepilin, og nú varð tørvur á arbeiðsmegi. Hetta nýtti man trælir til, tí vaks trælahandilin. Sukrið og trælahandilin skapaðu eitt nýtt handilslag sum vit kalla trýhyrningshandilin. Peningaligi vinningurin var ógvuliga misjavnur. Men trýhyrningshandilin hevði stóran fíggjarligan týdning í Evropa. Klæði, vápn og amboð úr jarni blivu latin fyri trælir. Tørvurin á arbeiðsmegi gjørdist størri, mest til skipasmiður og umborð á skipinum. Nýggj vitan. Nýggju sjóleiðurnir, landatøkurnar, nýggi handilin og trælahandilin vuksu nógv. Hetta var einki minni enn ein handilskollvelting. Allur peningur sum teir vunnu, serligandi Ongland var settur í nýtt virksemi t.d. landbúnað og námsvinnu. Kollveltingin ávirkaðu eisini tøknifrøðina. Tørvur á skipum gjørdi betri skipasmiður, nýggj siglingartól vórðu uppfunnin. Betur sjókort, kronometur og klokkur gjørdi leiðina yvir hav bæði skjótari og tryggari. Fleiri av teimum ið við vóru í hesum handli, burturi ella heima vórðu væl upplærd í handli og trygging. Fyrst í 1600-talinum, tá ið evropearnir komu til Norðuramerika, var tað skógur og lítið av fólki. Indánar, ið vóru upprunafólkið høvdu livað sum veigarir í fleiri hundrað ár, og bygdirnar lógu langt frá hvørjum øðrum og vóru umgirdir av nógvum skógi. Í fyrstuni, tá ið evropearnir og Indiánarnir møttust var tað friðarligt, ella teir blivu, man kann siga vinir. Á teimum stóru plássunum var tað nokk av plássi til báðar partar. Hjá teimum hvítu, var tað gott at kunna sleppa fáa kjøt og skinn frá Indiánum, meðan teir fingu vápn, amboð, klæðir og prýðislutir. Men so komu tað fleiri hvít og tað elvdi til klandur og krígg. Í næstan 300 ár var tað krígg, men Indiánar høvdu ongan tjans. Teir fyrstu evropearnir komu til Avstralia í januar í 1788, teir høvdu næstan 800 fangar við sær. Arthur Phillip var guvenørur á flótanum. Høvuðsgrundin at evropearnir fóru til Avstralia, var tí at teir skuldu hava eitt stað har teir kundu senda fangar, at verða revsaðir. Phillip skuldi gera tað soleiðis at Bretland ikki skuldi gjalda nógvan pening, fyri at halda tað koyrandi. Og hetta skuldi hann gera skjótast møguligt, men hetta var øgiliga torført av fleiri grundum. 1. Fólki sum skuldu byggja hetta vóru fangarinir sjálvir. Vanliga vóru tey ikki góð arbeiðsfólk og tey vóru fá ið høvdu vitan um landbúnað og dugdu at snikka. 2. Teir nýggju búsetarnir skiltu ikki tað avstraliska umhvørvi, aftur ímóti teimum ið høvdu búð har leingi, sum fingust væl við landbúnaða. Evropearnir funnu ikki góða jørð, tey fyrstu árinið teir vóru har, og tí ikki nóg nógvan mat at føða alt fólki hjá sær. 3. Sydney Cove (har sum bretarnir vóru) var ræðuliga isolera. Teir tættastu evropisku búðstaðirnir vóru í "Dutch East Indies" og "Cape of Good Hope." Tað hevði tikið 18 mánaðir hjá týðindum at koma til Bretlands og aftur. Evropearir broyttu lagnuna hjá londum um allan heimin. Tað var ikki fyrr enn evrpearir komu og tóku hesi londini og settu tey í eina ónda ringrás, sum nú av hesum eru kend sum menningarlond. Og har afturímóti vórðu t.d. vit og Amerika set til at verða ein av kempunum í heiminum. Hóast bókin ikki er spldurnýggj, so hevur tað onga ávirkan á niðurstøðu okkara. Tí at tað sum vit lesa í hesari bókini er søguligt, og verulig søga broytist ikki. Uttan so at tað er prógva, at tað sum stendur í bókini ikki er sannleiki. Allar søguliga hendingar ávirkað framtíðina onkursvegna. Sum áður nevnt við tí ónda ringrásini, so eru nógv lond sum t.d. ymisk lond í Afrika, Suðuramerika o.s.f. enn fátøk menningarlond og eru aftanfyri tøkniliga og fíggjarliga. The Kinks. The Kinks var enskur bólkur, sum brøðirnir Ray Davies og Dave Davies tóku stig til fyrst í 1960'unum. Saman við bassleikaranum Peter Quafie og trummusláaranum Mick Avory slógu teir ígjøgnum á tónleikapallinum í 1964 við stóra hittinum "You Really Got Me", sum stundum verður nevnt fyrsta tungmálms-lagið (fyrsta Heavy Metal lagið), hóast onnur løg eisini verða nevnd í hesum sambandi. Næsta stóra hittið hjá The Kinks var "All Day And All Of The Night", ið er ein umskriving av "You Really Got Me"; men tó at The Kinks í fyrstuni spældi rættiliga harðan rock samanborið við samtíðarbólkar, so vóru tað evnini hjá Ray Davies at skriva sangir, ið lýstu lívið hjá vanligum menniskjum í Bretlandi, sum av sonnum gjørdu The Kinks til ein merkisverdan bólk. Ein tann fyrsti sangurin við hesum samfelagsliga broddi var "A Well Respected Man" (1965), ið kom at standa sum ein snúningspunkt á yrkisleiðini hjá The Kinks. Studio-pláturnar hjá The Kinks. Kinks, The Ídnaðarsamfelagið. Ídnaðarkollveltingin byrjaði í Onglandi mitt í 18. øld. Síðani spreiddist hon til Fraklands, Belgia, Sveis og so spakuliga gjøgnum Evropa og at enda til Amerika. Ídnaðarsamfelagið í Evropa. Undir ídnaðarkollveltingingini vóru umstøðurnar sera ringar hjá fólkið at liva í. Í Evropa livdu heili 20-40% av fólkinum í vesaldómi. Tey gingu biddaragongd ella hildu til í fátækraheimum. Í 18. øld vóru 10% av fólkinum í Evropa biddarar. Nógv doyðu av sjúkum, ið var ein avleiðing av ov vánaligari heilsu. Loyvt var at reka tey fátøku burtur og fara illa við teimum. Tey fátøku vóru sett í sama bás sum brotsmenn og skøkjur, ið vóru sædd nógv niður á. At eiga barn ógift var mangan ein vanlukka. Lítil og eingin møguleiki var at hava barnið, tí so var vandi fyri at missa arbeiðið. Einasta loysnin var at lata barnið frá sær, ella, vildi illa til, beina fyri tí. Nýføðingar vórðu ofta funnir deyðir úti á vegnum ella í kloakkum. Eitt gott dømi um hvussu fólk høvdu tað tá, er bókin hjá Charles Dickens: Oliver Twist. Hon snýr seg um ein drong, ið varð latin inn á eitt fátækrahús sum barn og livir eitt sera hart lív, sum fátækur. Charles Dickens lýsir sera væl, hvussu tað var at liva tá í tíðini. Ídnaðar samfelagið í Føroyum. Í 18. øld var tað øgiliga vanligt at fólk máttu liva í neyð og hungri, meðan keypmenn og góðseigarar høvdu tað væl betri. Í Føroyum vóru gjørdar ymiskar lógir fyri at bøta um fátækradømi. Eitt dømi er Trælalógin, sum kom í gildið í 1777. Hendan lógin segði, at um man var førur fyri at arbeiða, so skuldi man arbeiða, líka mikið hvussu fátækur man var. Trælalógin var ikki bara ein máti at bøta fyri fátækdømi, men eisini ein hjálp hjá bóndunum at fáa fleiri arbeiðsfólk. Tað var øgiliga vanligt at fólk reikaðu um landið fyri at bidda um ull og matvørur frá bóndunum. Men fyri at sleppa at bidda skuldi man hava eitt tryglarabræv frá fútanum, hetta brævið gav loyvi at bidda. Er støðan í dag enn, sum hon var tá? Støðan í dag er nógv betri, enn hon var tá í tíðini. Vit hava gjørt nógv fyri at bøta um fátækdømi og javnrættindi millum rík og fátøk. Vit hava gjørt lógir soleiðis, at man ikki sleppur at hava trælir og eisini hava øll rætt til eina útbúgving. Hetta ger eisini, at tað er nógv lættari at fáa arbeiði, og tí eru tað nógv færri av fátøkum. Avleiðingar av Ídnaðarkollveltingini.. Ídnaðarkollveltingin hevði við sær, at til bar at framleiða vørur í hópatali. Maskinur vóru framleiddar, ið framdi til, at fólkini ikki skuldu arbeiða líka hart og leingi. Og eisini arbeiddi maskinurnar nógv skjótari enn fólk. Hetta hevur havt við sær at vørur eru nógv bíligari at keypa. Alt hetta er sera gott fyri øll fátøk, men tó er tað minni gott fyri keypmenninar, ið fáa minni fyri vørur sínar. Ígjøgnum ár og dag hava nógv fólk verið bangin um, at maskinur og "tólmenni" fara at taka leiklutin hjá fólki, ella, at alt verður gjørt fyri okkum. Hetta verður víst væl í filminum Wall-E har øll fólk sita í einum stóli, ið ger alt fyri teimum. Fjølmiðlar. Fjølmiðlar hava sera stóran týdning fyri heimin nú á døgum. Teir hava leingi havt eitt sindur av týdningi, men nú eru so nógvir miðlar í mun til fyrr, tá bara avísir, lýsingar og annað var at fáa. Sum sagt eru sera nógvir miðlar nú á døgum, vit hava ikki bara bløð, útvarp og sjónvarp, men túsundtals sjónvarps og útvarpsrásir. Og haraftrat kemur sjálvandi, allarhelst størsti miðlin: internetið. Á internetinum kunnu vit lesa, síggja og hoyra nærum alt hugsandi, bæði úti úr heimi, og heimanifrá. Og ikki er tað bara stóru avísirnar og sjónvarps- og útvarpsrásirnar, ið kunnu leggja tíðindi og annað út á netið, tað kann ein og hvør. T.d. um ein hevur hug at finna útav, hvussu okkurt verður gjørt t.d. við eini teldu, so er bara at fara á Youtube og leita sær rætta sjónbandið fram. Hetta, at ein og hvør kann leggja tilfar á altnótina, er helst ikki bara gott. Síður sum Wikipedia hava óavmarkaða og ókeypis atgongd til at leggja greinar út, og av tí sama eru tær ikki altíð rættar. Tó ber til hjá øðrum at rætta í ella leggja afturat greinum, sum onnur hava skrivað. Á ensku Wikipediuni eru nógv fólk um allan heim virkin, og har er rættiliga strangt eftirlit, men framt av vanligum fólkum. Har verða síður ofta strikaðar skjótt, um ikki kelduávísingar eru, ella um evnið ella persónurin ið skrivað verður um ikki verða hildin at vera nóg týdningarmikil til at hava almennan áhuga. Tó mugu lesarar vera kritiskir, tí tað kemur meir enn so fyri, at onkur skrivar okkurt skeivt, summi gera tað enntá við vilja, tí tað halda tað vera stuttligt, tað verður nevnt vandalisma (herverk). Fjølmiðlar ávirka heimin uppá nógvar ymiskar mátar. Millum annað, eru tað fleiri fólk, ið eru sera bundin at fjølmiðlunum, og trúgva uppá stórt sæð alt, sum tey hoyra og síggja. Tað er sum oftast altíð onkur lygn í lýsingunum ella bløðunum, og tað er fyri at lokka fólk til at keypa bløðini, men onkuntíð hava lygnirnar havt nakrar vansar á heimin. Eitt dømi er um ein prest í USA, sum hevur sagt, at heimurin gongur undir, innan fyri eitt ávíst tíðarskeið. Nógv fólk hava verið skelkaði av hesum, og enntá nøkur hava beint fyri sær. Harðskapur. Tað verður sagt at harðskapur í sjónvarpinum kann ávirka børn. Hetta er helst rætt, og sjálvt um tey ikki beinleiðis drepa nakran ella gera nøkrum fortreð, so kann hugsunarháttur teirra verða ávirkaður av harligum filmum og røðum. Ávirkanin kann sjálvandi vera ymisk frá barni til barns; summi børn kunnu hyggja eftir harligum filmum frá tey eru heilt lítil, og onnur tola ikki at síggja nakran harðskap í filmum heilt uppí tannárini. Og ikki er tað bara filmanir í sjónvarpinum, sum seta sítt spor á børnini, nógvar lýsingar á rásum sum t.d. sjónvarpskanalir til børn, eru serliga gjørdar við tí fyri eyga, at fáa børnini at plága foreldrini til at keypa teimum ymiskar leikur. Lýsingar. Lýsingar, ið nærmast manipulera brúkaran til at keypa eina vøru, eru ikki bara galdandi fyri børn, men eisini fyri vaksin. Hóast tey eru verri at ávirka, so ber tað eisini til. Nógvir pengar verða eisini nýttar at lýsa fyri vørum til vaksin fólk. Censur. Onkrastaðni er ikki líka frítt hjá tíðindafólkið at skriva sum í norðurlondum. Kina og Norðurkorea hava sera nógvan censur á miðlunum, hetta er møguliga fyri at halda fólkinum í landinum frá at fáa ov nógv at vita um umheimin, og fáa tey at sígga at tey kanska liva í einum diktaturi í ringum umstøðum. Tvs. at stjørnin vil hava eitt óupplýst fólk, tí tað ger ikki so nógva mótstøðu. Mótabløð hava eisini ávirkað fleiri fólk, serliga gentur, tí tey vísa kend og væl dámd fólk í mótabløðunum, ið man hevur sum fyrimynd, og øll hava eitt til felag. Øll hava ein góðan kropp, og tí heldur man kanska, at man eigur at hava ein góðan kropp, fyri at kanska verða væl dámdur, og so byrjar man at íðka onkran ítrótt ella fara á onkran slankikur, fyri at tey kunnu blaka 10 kg innan fyri eitt tíðarmark, sum t.d. mótabløð, næstan hvørja viku lýsa við. Misskiljing av lýsingum. Terrorismu hoyrir man ofta um í bløðunum, og so ávara bløðini eisini fólk um at ferðast til ymisk støð, tí at tað er ófríður onkrastaðni í landinum, ella tí terroristar hava hótt við at leypa á tey ymsu støðini. Sum oftast eru terroristarnir muslimar, og av tí, kann tað elva til at fólk eru meira bangin fyri muslimum og hava nógvar fórdómar fyri teimum, enn t.d kristnum fólkum. Tað verður eisini lýst um happing ella t.d. botulismu í sjónvarpinum. Hesir trupulleikarnir verða sera ofta lýstir, og onkuntíð verður tað lýst ov ofta, og tí eru tað summi, ið ikki kunnu taka tað í álvara, og tað er ikki gott, tí tað eru nakrir stórir trupulleikar. Ávirkan. Fjølmiðlarnir, kunnu gott ávirka fólk uppá ein ringa mátan, av tí at summi er so bundin at miðlunum og trúgva øllum, ið tey siga, men fjølmiðlarnir eru ikki bara ringir. Ofta verður lýst um t.d. dálking, góða og ringa heilsu, og tey geva ofta góð ráð til fólk. Fjølmiðlarnir fortelja eisini um, hvat er gott ella ringt at gera og man fær altíð okkurt at vita um heimin og samtíðuna. Tað er sjálvandi gott at lesa í onkrum blaði og fáa nýggja vitan um okkurt, men tó skal man ansa eftir at ikki trúgva øllum, sum man hoyrir. Politikkur í Føroyum. Politikkur í Føroyum kann býtast sundur í landspolitikk, sum verður stýrdur av politikarum, sum eru vald á Føroya Løgting, og í kommunalpolitikk, sum verður stýrdur av bý- og bygdarráðunum í Føroyum. Fjórða hvørt ár er løgtingsval, og somuleiðis er kommunuval fjórða hvørt ár. Løgtingsval kann tó verða skrivað út í úrtíð av ymiskum orsøkum, tað kann Føroya løgmaður avgera. Løgtingsval. Løgtingsval er fjórða hvørt ár. Tað eru nógvir politikarar, ið stilla upp og valevnini hjá flokkunum eru ymisk. Tað er bara eitt valdømi í Føroyum, fyrr vóru tað sjey valdømir. Flokkarnir hava tó hildið fast við tey gomlu valdømini, tá talan er um uppstilling, men veljarin kann frítt velja eitt valevni, sum býr hvar sum helst í Føroyum. Tað eru trý sløg av veljarum. Fyrsta eru kjarnuveljarar, tað eru tey, ið eru vís í hvønn flokk tey skulu velja. Óvissuveljararnir eru oftast tey, ið fara á val fyrstu ferð, men eisini tey, ið halda at flokkurin tey valdu seinast, ikki gjørdi nóg mikið burturúr. Sofaveljararnir kunnu vera tey, ið eru ónøgd við politikararnar og politikk sum heild, so tey fara ikki á val. Tá ið valið er av, er greitt hvørji 33 fólk koma at sita á tinginum næstu fýra árini. Skipan av landsstýri. Eftir hvørt løgtingsval skal landstýrið skipast. Tað er størsti flokkurin, ið tekur stig til samráðingar um at skipa samgonguna, tí tað er sera sjáldsamt, at ein einstakur flokkur fær meiriluta á tingi. Tað merkir at um ein flokkur fær meiriluta á tingi, hevur hann ræðið. Tá ið flokkurin er gingin saman við aðrar flokkar um at skipa landsstýri, leggur løgtingsformaðurin uppskotið fram fyri løgtingið. Um meira enn helvtin av tingfólkunum atkvøða í móti uppskotinum, er tað fallið. Landsstýrið hevur landsstýrisfólk, sum verða vald av flokkunum, sum skipa samgongu. Landsstýrisfólkini nýtast ikki at vera fólkavald, men sum oftast eru tey løgtingslimir frammanundan. Tá ein sum er valdur inn á Føroya Løgting verður landsstýrismaður ella landsstýriskvinna, so verður løgtingssessurin hjá viðkomandi latin til varafólkið, sum so tekur sæti á Føroya Løgtingi. Um so er at samgongan fellur ella leggur frá sær, so fara landsstýrisfólkini, sum vóru vald á løgting, aftur í Løgtingi, og avloysarir teirra missa sessin. Talið av landsstýrisfólkum kann broytast alt eftir hvussu nógv aðalráð eru. Tað verður ofta sett sum krav, tá samgongusamráðingar eru, at flokkarnir vilja hava so og so nógvar landsstýrissessir. Tað kemur fyri, at eitt nýtt aðalráð verður gjørt, fyri at "kabalin skal ganga upp", sum tikið verður til. T.d. var Almanna- og Heilsumálaráðið eitt aðalráð, tað var koyrt sundur í tvey aðalráð eftir at ein samgonga var skipað og nýtt landsstýrið sett. Arbeiði hjá løgtinginum er at gera lógir. Tað eru bara løgmaður, landsstýrismaður ella løgtingslimir sum kunnu leggja fram lógaruppskot á tingi. Men øll kunnu koma við hugskoti til løgtingslóg. Tað eru 45 fastir nevndarsessir sum skulu mannast. Av tí at tað eru 33 løgtingslimir, má onkur limur sita í minst tveimum nevndum. Nevndirnar í Løgtinginum. Fíggjarnevndin gevur tinginum tilmæli í fíggjar -, búskapar- og skatta- og avgjaldsmálum. Sama er við hinum nevndunum. Allar nevndirnar geva tinginum part av tí sum tey gera. Fakfeløg. Fólk sum arbeiða, eru sum oftast limir í einum fakfelag. Fremsta uppgáva hjá fakfeløgum, er at arbeiða fyri áhugamálunum hjá limunum. Tað er bæði tá tað snýr seg um løn, eftirløn, útbúgving, frítíð o.s.fr. Fakfeløg kunnu eisini ávirka embætismenn og politikarar, um lógir skulu gerast, ið ávirka teirra økið. Fakfeløgini hava avtalur við tað almenna, kommunur og við privatar arbeiðsgevarar. Eitt vápn ið fakfeløgini onkuntíð brúka, tá ið tað ikki ber til at finna fram til nakra semju við at samráðast, er at fara í verkfall. Tá ið eitt fakfelag velur at fara í verkfall, so mugu tey sum eru limir í fakfelagnum ikki átaka sær nakað arbeiði ið er fevnt av verkbanninum. Tá fakfeløg samráðast við tað almenna, er tað við Fíggjarmálaráðið, sum umboðar landið, tað eru t.d. almennir stovnar. Arbeiðsgevarafeløg umboða arbeiðsgevarar, fyri kommunurar er tað Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF), ið førir samráðingar við fakfeløgini vegna kommunurnar. Fakfeløgini í Føroyum eru til dømis: Føroya Arbeiðarafelag, Starvsmannafelagið, Føroya Pedagogfelag, Føroya Fiskimannafelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Búskapar og løgfrøðingafelagið, Akademikarafelagið, Havnar Handverkarafelag og Føroya Lærarafelag. Kommunurnar. Kommunurnar ella býráðið eigur og rekur skúlan, tó eru lærarir settir av Mentamálaráðnum. Kommunan rindar eisini ein part av útreiðslunum til heilsu-, heima-, skúlasjúkrasystir og skúlalækna. Eisini rindar kommunan barna tannlæknan, men tá man er farin úr fólkaskúlanum, skal man gjalda sum vaksin. Størri kommunur, sum til dømis Tórshavn, Klaksvík, Miðvági og Tvøroyri byggja ellis- og røktarheim, í summum økjum eru fleiri kommunur í felag um at byggja eitt ellis- og røktarheim, sum t.d. kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni, sum bygdu Ellisheimið Hamragarð, sum læt upp í 2011. Kommunan skal eisini gjalda fyri nógvum annað, sum til dømis vegagerð og viðlíkahald av vegum í bygdunum (ikki landsvegir), havnir, stykkja út til grundstykkir, barnagarðar, ítróttaranlegg, kirkjugarðar, kloakkir, rusk, burturbeining, gøtuljós o.s.fr. Størsta partin av inntøkunum fáa kommunurnar frá kommunuskatti, og tað er ymiskt frá einari kommunu i aðra. Um tú býrt í til dømis Tvøroyri, Vági, á Sandi ella Skopun er kommunuskatturin hægri enn til dømis í Havn, og í fleiri av teimum heilt smáu kommununum sum t.d. Fugloyar ella Fámjins kommunu er skatturin sera lágur. Inntøkugrundarlagið er sera ymiskt í kommununum, og tað er ymiskt hvussu kommunurnar eru fyri fíggjarliga, og tí verður skattaprosentið eisini so ymiskt. Til dømis: Um kommunuskatturin i Tvøroyri er 23 %, so skal man bara gjalda 17 % í landsskatti. Av tí at vit hava flatskatt, sum setur 40 % sum hámark, so verður landsskatturin og kommunuskatturin til samans 40 %. Býráði ella bygdaráði stýra kommununi. Í hesum sita umboð fyri fólkið í kommununi. Í november mánaði, 4 hvørt ár, er val til bý- ella bygdarráði. Øll, ið eru yvir 18 ár, kunnu stilla upp sum valevni. Til kunnunuval hevur ein faktisk skyldu til at stilla upp. Tað ber ikki til at bera seg undan fyrr enn man hevur sitið í tvey valskeið sum bý- ella bygdarráðslimur. Í størru kommununum átti tað tó ikki at verði nakar trupulleiki við tað at fleiri fegin vilja sleppa framat, og tí er ongin orsøk til at tvinga nakran til at stilla upp. Man velur tann persónin, sum man hevur størst álit á. Málið hjá kommununi er at gera umstøðurnar hjá fólki at búgva i so góðar sum møguligt. Slóðir úteftir. Kristian Pauli Mortensen var løgtingsmaður frá 1969 til árið 1990 tá ið krempan kom, so fuckaði hann off til sweden. Monmouth. Monmouth (Walisisk: "Trefynwy" = "býurin við Monnow") er ein býur í landssynningspartinum av Wales. Býurin liggur, har ið áirnar Monnow og Wye møtast, umleið tríggjar kilometrar frá markinum til Onglands. Býurin liggur 58 km í ein landnyrðing av Cardiff og 204 km vestan fyri London. Býurin liggur í Monmouthshire. Í 2001 búðu 8.877 fólk í Monmouth. Í rómaratíðini lá ein borg her, sum nevndist Blestium. Eftir 1067 vaks býurin upp kring normannaraborgina, sum verður nevnd Monmouth Borgin (Monmouth Castle). Miðaldarbrúgvin á borgini, Monnow Brúgin er tann einasta av sínum slag, ið er eftir í Stóra Bretlandi. Seinni kom borgin at hoyra til Lancaster ættina, og Henrik 5. av Onglandi bleiv føddur her í 1387. I 1536 gjørdist býurin høvuðssæti hjá fyrisitingini í Monmouthshire. Seinni gjørdist býurin ein miðdepil fyri ferðavinnu í Wye Dalinum, og harumframt eisini til ein marknaðarbý. Søga. Útgrevstur, sum Monmouth Archaeological Society hevur staðið fyri, fram við Monnow Street, hava avdúkað eitt ríkidømi av kunning um ta elstu søguna hjá býnum. "Council for British Archaeology" hevur útnevnt býin sum ein av topp 10 býum í Stóra Bretlandi, sum eru verdir at vitja tá talan er um fornaldarfrøði. Rómaratíðin. Tað fyrsta niðursetustað, ið man kennir til í Monmouth, er rómverska borgin Blestium. Henda borg var forbundin við aðrar partar av Rómararíkinum við vegum, sum førdu til teir størri býirnar Glevum og Isca Augusta. Fornfrøðingar hava funnið pottaskar og myntir í miðbýnum. Í tí seinni rómaratíðini, frá 2. øld til 4. øld, sær tað út til at býurin hevur verið miðdepil fyri jarnsmíð. Miðøld. Eftir at Rómaraveldið endaði í Bretlandi, var Monmouth økið í syðra endanum av walisiska kongadøminum Ergyng (5. - 7. øld). Tað einasta prógvið fyri at fólk framhaldandi hava búð í Monmouth alla hesa tíðina er ein tekstur um eina kirkju í økinum í 7. øld. Tað er óvist hvar ið kirkjan var, men hon var í býnum, og so var hon ognað walisiska halgimenninum Cadoc. Í 1056 var økið lagt í oyði av walisiska prinsinum Gruffydd ap Llywelyn, tá hann var á veg í herna saman við einum heri av walisum, saxonarum og dønum fyri at niðurberja Ralph, jarlin av Hereford. Edvard 2. av Onglandi sat eitt styttri tíðarskeið í fongsli í Monmouth Borgini, eftir at kona hansara, Isabella, og elskari hennara, Roger Mortimer, høvdu sett hann frá trúnuni. Tíðin eftir miðøld. Í 1536 innførdi Henry VIII eina røð av lógum, sum síðan hava verið nevndar Laws in Wales Acts 1535–1542. Hesar lógir avtóku valdið hjá teimum sonevndu Marcher Lords og sameindi fyrisitingina av Onglandi og Wales. Eitt nýtt shire (fyrisitingarlig eind) var grundlagt, sum fevndi um økið vestanfyri Gloucestershire og Herefordshire, og Monmouth gjørdist "county býur" í hesum sonevnda "shire", tvs. eitt slag av høvuðsæti hjá fyrisitingini. Býurin fekk umboðan í Enska Parlamentinum um somu tíð. Í 1605 gav James I Monmouth eitt sokallað "town charter", sum er eitt lógarskjal, sum grundleggur eina kommunu, hetta var gjørt við tí sonevnda "letters patent". Á einum korti yvir Monmouth, sum John Speed teknaði í 1610, líkist býurin rættiliga nógv sær sjálvum, sum hann sær út í dag, tá hugsað verður um høvuðsgøturnar, borgina og brúnna. Høvuðsgøtan Monmouth Street var gjørd sum ein typisk marknaðargøta, hon var sera breið í miðjuni, fyri at fáa pláss til sølubúðir, og smøl í báðum endum, soleiðis at fenaður ikki kundi sleppa til rýmingar. Monmouth Skúli var stovnaður av William Jones í 1614. Monmouth Borgin skifti eigara tríggjar ferðir undir enska borgarakrígnum, og Oliver Cromwell kom framvið á hansara leið fyri at endurtaka Chepstow Borgina og kringsetti Pembroke Borgina í 1648. Monmouth Borgin kom illa frá krígnum, men sjálvur býurin vaks í ríkidømi. Great Castle House (Stóra Borghúsið), bygt í 1673, er nú sætið hjá "Royal Monmouthshire Royal Engineers", sum et tað elsta regimentið í bretska herinum. Shire Hall varð bygt í 1724 og varð brúkt til teir lokalu "Assizes", sum var eitt slag av rættarhølum (hetta varð brúkt líka til 1972). Økið frammanfyri bygningin virkaði sum býarmarknaður. Seinast í 18. øld var býurin blivin vælumtókt ferðamál hjá fólki, sum fóru ein túr sum nevnist "Wye Tour", tað er ein bátatúrur sum tekur tey vitjandi framvið tí vakra Wye Dalin, har fólk kundu njóta tað avbera vakra útsýni til Ross-on-Wye, Goodrich, Tintern, Chepstow og onnur støð. Skøldini William Wordsworth, Samuel Coleridge, og Robert Southey, umframt listamannin J. M. W. Turner, vóru millum teirra sum vitjaðu økið. 19. og 20. øld. Admiral Nelson vitjaði Monmouth í 1802. Hann visti, hvussu stóran týdning tað hevði við stórum skógarøki har um leiðir, og at økið kundi veita við til bretsku sjóverjuna. Seint í 19. øld og tíðliga í 20. øld hevði Monmouth tætt samband við Rolls familjuna, sum bygdi eitt stórt hús á The Hendre beint uttanfyri býin. Í 1904 stovnaði Charles Rolls eina nýggja bilfyritøku saman við Henry Royce, men í 1910 læt hann lív í einari flogvanlukku bert 32 ára gamal. Ein standmynd er reist til minnis um hann á Agincourt Square í Monmouth. Muckle Roe. Muckle Roe (norrønt: "Mikla Rauðey", 'Mikla Reyð-oyggj') er ein oyggj í Saint Magnus Bay, vestanfyri Mainland í Hetlandi. Hægsti heyggjur á oynni er eitt slóknað gosfjall ið nevnist "South Ward" (før. Syðra Vørðan) 169 m. Oyggin bestendur av reyðum granitti, harav navnið 'stóra reyða oyggin' (tað finst ein 'Little Roe' lítla reyð oyggj eisini). Í 1905 varð ein brúgv gjørd millum oynna og meginlandið. Oyggin er nevnd í Orkneyinga saga, sum er um søguna hjá Orkney frá 9. øld til umleið 1200. Muckle Ayre Beach, (Mikli Oyri) á Muckle Roe. Franska Kollveltingin. Tann franska kollveltingin (1789-1799) er ein stórhending í tí fronsku søguni. Kollveltingin var í tíðarskeiðnum 1789-1799. Tað byrjaði tann 17. juni, tá umboðini fyri borgararnar (triðja stættin), saman við aðalinum, gjørdu uppreistir. Tað var tá ið kongur ætlaði at leggja skatt, á allir tríggir stættirnar. Aðalin vildi minka um kongsins vald, og stevndi tí tjóðartinginum á fund. Sjáldan vóru allir tríggir stættirnir samlaðir á tingfundi, og triðji stættur var oftast í minna tali, men hesa ferð var øðrvísi. Oddamennirnir í triðja stætti slóu nevan í borðið. Tey høvdu borgarir í París við sær, og tann 14 juli byrjaði stormurin á, og hertøkan av Bastilluni. Og í 1793 valdaði ræðuligt óskil í Fraklandi. Kongadømi varð tikið av, og lýðveldi stovnað. Samanborið við onnur kríggj, vórðu ikki so nógv avrættað gjøgnum tað fronsku kollveltingina. Tað er trupult at siga akkurát hvussu nógv mistu lívið, men tey siga, at har vóru uml. 30-40.000 fólk sum doyðu, og 10.000 av teimum doyðu í fongslinum. Ludvík 14. kongur. Franska samfelagið var býtt í tríggjar stættir. Hesar stættir høvdu áður verið savnaðar á einum stættartingi, men í 17. øld hevði kongur tikið ræðið. Skattur, lógir og alt um kríggj og friðarsamráðingar hevði hann um hendi. Í 1660 ráddi Ludvík 14. kongur yvir 24 milliónum fólkum. Um hesa tíðina vóru bara 5. mió fólk í Bretlandi, og um 4000 fólk í Føroyum. Frakland var eitt sera fínt í búgvið land, við nógvum lærdum fólki. Einaveldið var sterkast, tá Ludvík 14. sat við ræðið. Hann helt fast, við at hann hevði fingið valdið beinleiðis frá Gudi. Ludvík 14. dámdi best at liva í marglæti og stuttleika. Hovfólkið hjá Ludvíki 14., kappaðist um at gera kongi best, so tey møguliga kundu fáa týdningarmikil størv. Hóast tað, til tíðir, var hart og ikki stuttligt, so gjørdi tey sítt besta, og kappaðust um at fáa loyvi at sita við borðið hjá kongi. Stættir. Í Fraklandi vóru borgararnir býttir í tríggjar stættir. Hesar stættirnar vóru kallaðar 1., 2. og 3. stættir. Í 1. stætti er kongurin, og í 2. stætti er aðalin og prestarnir. Í 3. stætti vóru handilsfólk, bóndar og ídnaðararbeiðsfólkini. Stættirnir verða lýstir í eini pyramidu, har kongur er ovastur, og síðani koma 2. og 3. stættur. Tað sum er hugskotið við tí, er at vísa tað, at tey sum eru uppi yvir tær í pyramiduni ráða yvir tær, og harafturímóti, tey sum eru undir tær, ræðir tú yvir. Stættamunur varð í nógvum londum, men áðrenn fronsku kollveltingina var Frakland tað besta dømi um stættarmun. Avrættingin. Ein kaldan morgun í januar 1793, varð Ludvík 16. koyrdur á avrættingarpallin á Place de la Revolution (Place de la Concorde). Vápnaðir hermenn fylgdu vogninum, og á avrættingarpallinum stóðu fólk við trummum til reiðar at doyva rópini frá kongstrúgvum viðhaldsfólki. Handlarnir vóru latnir aftur, og á gøtunum stóðu fólk tigandi og hugdu at. Presturin sigur frá, at tá ið fylgið kom til avrættingarstaðið, steig Ludvík treystliga upp á pallin og segði:,Eg eri sakleysur, men eg fyrigevi teimum, sum hava dømt meg’’. Nú hoyrdist trummusláttur, og kongur varð drigin upp í giljotinuna, undir knívin, fólk vórðu hálshøgd við. Í einum høggi varð høvdið av, og har gjørdist deyðatøgn. Aftaná eina løtu rungaðust rópini, og tað ljóðaði: "Leingi livi lýveldið". Tey fóru nú at dansa um pallin, og øll sungu tjóðsangin. Kollveltingin uttanlands. Kollveltingin ávirkaði viðurskiftini í øðrum londum. Fraklendingar lovaðu at styðja Wolfe Tone í Írlandi, sum stríddist fyri loysing frá Stóra Bretlandi, um hann gjørdi uppreistur ímóti stjórnini. Uppreisturin miseydnaðist, Tone varð handtikin og beindi fyri sær. Bretski forsætisráðharrin William Pitt kvíddi fyri, at fronsk herlið kundu leypa á Bretland úr Írlandi. Hann noyddi írska tingið at góðtaka eitt samveldi, og bæði londini vórðu formliga sameind í 1800. Hadsund. Hadsund er ein býur í Himmerland í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 5003 íbúgvar (2018), fólkatalið er 5.383 um Hadsund Suður verður talt við. Býurin er partur av Mariagerfjord Kommunu og liggur við Mariagerfjørðin. Býurin vaks upp framvið tí gamla landsvegnum millum Aalborg og Hobro og er ein miðdepil fyri ferðasamband millum Krúnjútland og Himmerland. Frástøðan yvir Mariagerfjørðin er relativst stutt við Hadsund, og hetta førdi til, at Hadsundbrúgvin varð bygd. Hadsund hevur fyrr verið ein býur við egnari tokstøð, og er í dag ein handils- og ídnaðarmiðdepil í Himmerland. Hadsund liggur í eystara parti av Mariagerfjord Kommunu og hoyrir til Región Norðurjútland. Til 2007 var Hadsund høvuðsbýur í tí nú fyrrverandi kommununi Hadsund Kommunu. Býurin er tann næststørsti í Mariagerfjord kommunu, næst eftir Hobro. Sunnanfyri Mariagerfjørðin, umleið 250 m frá Hadsund, liggur Hadsund Suður, sum verður sæð sum ein sjálvstøðugt býarøki við umleið 500 íbúgvum. Inngongdin til Hadsund Butikscenter, sum er tað einasta innandura keypsmiðstøð í Himmerland. Í Hadsund eru fleiri útbúgvingarstovnar, eitt nú Tech College Mariagerfjord, VUC Hadsund, Hadsund Skole og Hadsund Produktionsskole. Býurin hevur eitt størri úrval av matvøruhandlum og serhandlum. Í býnum er eisini tann einasta yvirdekkaða handilsmiðstøðin í Himmerland, nevniliga Hadsund Butikscenter. Hadsund Huse er ein býarpartur í Hadsund, sum liggur í ein útnyrðing brint uttanfyri miðbýin. Býarparturin er eitt autorisað staðarnavn, har búgva umleið 800 fólk. Í Hadsund Huse eru 275 bústaðir, harav eru 74 raðhús, 8 bústaðarblokkar í trimum hæddum og 93 sethús. Hadsund Huse er blivið til umleið 1855, sum eitt nýtt bústaðarøki við fýra húsum framvið og vestanfyri táverandi landsvegin móti Aalborg. Endingin -huse benda á, at talan var um hús hjá smábóndum. Síðan 1970-árini er økið vaksið við nógvum nýggjum sethúsum. Hadsund miðbýur. Hadsund Centrum (Miðbýur) er víst við ljósareyðum. Hadsund Centrum er økið kring Hadsund kirkju – ið er miðdepil fyri allan miðbýin - og gongugøtan Storegade, ið liggur í vestara parti av miðbýnum. Hadsund Centrum er tann elsti parturin av Hadsund. Har eru tríggir stórir vegir: Alsvej, Himmerlandsgade og Storegade. Handilsgøturnar í miðbýnum umframt gongugøtuna eru Vestergade, Østergade, Nørregade, Mejerigade, Jernbanegade og Brogade, ið allar eru vanligir ferðsluvegir við gongubreytum. Býurin hevur fýra torg/pláss ið øll eru sera ymisk. "Torvet", ið frá gamlari tíð er handilstorgið í býnum, er í dag ein partur av sjálvari gongugøtuni. "Handilsmiðstøðin" liggur í bygningunum hjá Johan & Axel Hornbechs súltutoysverksmiðju, ið vóru bygdir í 1898. Handilsmiðstøðing er nærmast ein yvirdekkað arkada í tveimum hæddum. Tað triðja torgið, "Midtpunkt", er frá 1970'unum; tað er uppá tal at gera eitt opið pláss við einum sentralum parkeringsøki og handlum. Tað fjórða torgið, "Bankpladsen", er eitt av teimum gomlu brúgvasteinsløgdu torgunum í býnum; navnið kemst av at Hadsund Bankin liggur har. Storegade er ein av elstu gøtunum í Hadsund og er frá áðrenn 1800. Storegade var eisini høvuðsvegur Hadsunds (frá Hobro til Aalborg) líka til 1970-árini, tá ið Himmerlandsgade gjørdist høvuðsvegur í staðin. Storegade varð tó ikki løgd við brúgvasteinum fyrr enn í 1950'unum og seinni varð hon asfalterað. Í 1990 varð Storegade vígd sum gongugøta, asfaltið varð tikið av og gongubreytin varð tikið burtur, og øll gøtan varð løgd við flisum. Í báðum síðum av gøtuni eru veitir, har vatnið kann renna til endan av gongugøtuni. Í norðara enda á gongugøtuni liggur handilsmiðdepilin Hadsund Butikscenter. Tað er innrættað í 2 hæddum, ið eru bundnar saman við einari rullutrappu, og fevnir um 17 handlar og 2 supermarknaðir. John Hansen. John Hansen (føddur 14. november 1988) er ein miðvallaleikari, ið er uppvaksin í B36. Her hevur hann leikt meginpartin av síni yrkisleið, tó hevur hann eisini leikt við AB í 2009 og 2010. Hann býr í løtuni í Danmark, har hann er í lestrarørindum. Har leikar hann við ÍF Føroyum í Keypmannahavn. John hevur fingið eyknevni av teimum hann hevur spælt fótbólt saman við, m.a. varð hann eftir ein dyst, har hann bleiv róstur, nevndur Gattuso, onkuntíð er hann eisini blivin nevndur Rambo, av tí at hann er lágvaksin, tættur og kompromisleysur, ein spælari, sum veruliga ofrar seg sjálvan, tá harðast leikar á. Skrivaði heimasíðan hjá B36 í 2011. Hallur Hansson. Frá dystinum móti Grikkalandi 13. juni 2015, sum Føroyar vunnu 2-1. Her hevur Hallur Hansson júst skora til 1-0. Hallur Hansson (føddur 8. juli 1992) er føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari, sum í spælir við danska Superliga-felagnum AC Horsens og føroyska landsliðnum. Lívsleið innan fótbólt. Frá mars 2014 til sesongin endaði í oktober 2014 spældi hann við Víkingi, ið vann finaluna um Løgmanssteypið og gjørdist nummar trý í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Frá 2012 til januar 2014 spældi hann við danska superligaliðnum AaB, fyrsta hálva árið var hann lántur frá HB, men hin 29. januar 2013 gjørdi hann 1½ ára sáttmála við AaB, sáttmálin skuldi vara til 30. juni 2014, men var uppsagdur síðst í januar 2014. Hallur hevði leikt 5 dystir fyri superliga liðið hjá AaB, tá sáttmálin varð undirskrivaður. Feløg. Hallur búði í Vági í nøkur ár sum barn, og spældi tá við VB og seinni við samanlagda felagnum VB/Sumba. Í 2008 spældi hann við HB og so flutti hann til Aberdeen, har hann spældi fótbólt til 2011, fyrst við ungdómsliðnum hjá Aberdeen FC og síðan spældi hann ein dyst við besta liðnum hjá Aberdeen FC. Hin 29. januar 2013 gjørdi hann sáttmála á hálvtannað ár við danska Superliga-felagið AaB, eftir at hava spælt fyri felagið í eitt hálvt ár, útlántur frá HB. Hann spældi seks dystir fyri besta liðið hjá AaB. Hin 31. januar 2014 kunngjørdi AaB, at tey ikki longur høvdu sáttmála við Hall Hansson. Í februar 2014 undirskrivaði hann sáttmála við Víking. Seinni sama árið gjørdi hann sáttmála við danska 1. deild felagið Vendsyssel FF. Hin 17. juni 2016 gjørdi hann tvey ára sáttmála við danska Superliga felagið AC Horsens. Landslið. Hallur hevur higartil (17. juli 2016) spælt 23 dystir við føroyska A-landsliðnum og skorað tvey mál, og fleiri dystir við føroysku U21, U19, U17 og U15 landsliðunum. Hann spældi sín fyrsta A-landsdyst móti Íslandi, tað var ein vinardystur. Næsta dystin spældi hann móti Týsklandi, tann dystin vunnu týskarar 3-0. Hin 11. oktober 2013 skoraði Hallur sítt fyrsta mál fyri føroyska A-landsliðið. Tað var í heimdystinum móti Kazakstan, sum var HM 2014 kvalifikasjónsdystur, tað var tann nýggjundi landsdystur hansara. Dysturin endaði 1-1 og harvið fekk Føroyar sítt fyrsta stig í kappingini. Málið hjá Hallur var eitt langskot, sum hann skeyt uttanfyri 16-meturin, bólturin fór upp í vinstra horn. Norn orðalisti Foula 1774. Norn orðalistin ið G. Low skrivaði niður á oynni Foula í 1774 Norn - "Føroyskt" (Har orðini vórðu givin í bundnum formi, er føroyska orðið eisini skrivað í bundnum formi) Fugla or Uttrie - "Foula ella Útriði" hion - "oyggin" coust - "breyð (kostur)" boga coust - "bygg-breyð" sheug - "sjógvur"fisk - "fiskur" hoissan - "hýsan" gronge, grodningar - "grunningur, grunningar (toskur)" longo - "longa (longu)" sildin - "sildin" berg, berrie - "berg" bodin, knorin - "bátin, knørrin" seiglè - "seglið" mostin - "masturin" quot - "kot" seugin (sceugin?) - "skógvin" sokin - "sokkin" ugan - "húgvan" whit fuglin - "másin" ednin - "ørnin" bergesken - "borðiskin" sponin - "spónin" heosa - "oysa" hessin - "hestin"russa - "ryssa"kurin - "kýrnar" fie, sedvite - "fæ, seyður" oron - "ærin" posney - "pottin" Hoy. Hoy (norrønt: "Há-ey" ið merkir 'høg-oyggj') er næststørsta oyggin í Orknoyggjum. Hægsta fjallið í Orknoyggjum, Ward Hill 479 m. liggur á Hoy, harav navnið. Mainland, Orknoyar. Mainland (norrønt: "Meginland") er størsta oyggin í Orknoyum. Einastu býirnir í Orknoyggjum, Kirkwall og Stromness, liggja báðir á Mainland, sum eisini er eitt knútapunkt fyri ferðsluna til og frá oyggjunum, við ferjuhavnum og flogvølli. Tríggir fjóðringar av íbúgvunum í Orknoyggjum búgva á Mainland. Í gomlum døgum var oyggin eisini kalla "Hrossey" sum merkir «Rossa-oyggin». Oyggin varð eisini stundum kallað "Pomona" (ella "Pomonia"), eftir eini feiltýðing frá 1500-talinum, men hetta heitið hevur sjáldan hevur verið nýtt lokalt. Sí eisini. Mainland, Hetland Mainland, Hetland. Mainland (norrønt: "Meginland") er størsta oyggin í Hetlandi og triðstørsta oyggin í Stóra Bretlandi, 969 km² til støddar. Høvuðsstaðurin Lerwick er á eystrustrondini á Mainland og Scalloway er á vesturstrondini. Uml. 17.750 fólk búgva á Mainland. Hægsta fjallið í Hetlandi, Ronas Hill (norrønt "Hrauns fell") 450 m (1.476 ft), liggur í Northmavine á Mainland. Býir & bygdir. North Roe her liggur eisini Sullom Voe við sínum oljuterminali. Sí eisini. Mainland, Orknoyar Tvøroyrar kirkja. Tvøroyrar kirkja er føroysk fólkakirkja i Suðuroy, sum var bygd í 1908. Talan er um eina norska trækirkju, sum var bygd í Noregi, og síðan flutt til Føroya og reist á grótgundina á Tvøroyri. Ætlanin var upprunaliga, at kirkjan skuldi vera ein grótkirkja, men tað fór at gerast ov kostnaðarmikið, og so endaði tað við at gerast ein trækirkja. Áðrenn arbeiði fór í gongd hevði A/S J. Mortensen Eftf. bjóðað sær at geva alt byggitilfarið um kirkjan varð gjørd úr timburi. Grundin á kirkjuni er bygd av gróti, stabbagróti, sum er tikið úr fjallinum omanfyri kirkjuna. Kirkjan er stór og rúmar umleið 500-600 fólkum. Samuel Jacob Sesanus Olsen var urguleikari við Tvøroyrar kirkju í nærum 25 ár. Kirkjan í Valinum á Tvøroyri. Kirkjan sum nú stendur á Tvøroyri er ikki tann fyrsta. Ein kirkja varð bygd í Froðba í 1836, men av tí at Tvøroyri vaks og fleiri og fleiri fólk búsettust har, so var tørvur á einari kirkju har, og tí varð kirkjan flutt úr Froðba inn á Tvøroyri. Hon stóð tá mitt í Valinum, sum staði eystanfyri sjúkrahúsið verður nevnt. Har stóð kirkjan til tann nýggja varð bygd, tá varð gamla kirkjan tikin niður og flutt til Sandvíkar og bygd upp aftur har í 1908, og har stendur hon enn. Zack Greinke. Donald Zackary "Zack" Greinke (føddur 21. oktober 1983) er amerikanskur hornabólts (baseball) spælari, kastari. Hann spælir í bestu baseball deildini, sum verður nevnd "Major League Baseball". Síðan 2011 hevur hann spælt við Milwaukee Brewers. Frá 2004 til 2010 spældi hann við Kansas City Royals. Í 2009 vann hannn virðislønina "Cy Young Award". Klochki. Klochki er ein bygd í Russlandi. Klochki hevur 1105 íbúgvar (2009). Lipetsk. Lipetsk (russiskt: Ли́пецк) er ein býur í Russlandi, sum er 425 km í ein landsynning úr Moskva. Lipetsk hevur umleið 511000 íbúgvar (2010). Býurin varð fyrstu ferð nevndur í 13. øld. Í 1284 varð býurin lagdur í oyði av mongolum. Í 1703 gav Petur hin Stóri boð um, at ein jarnmálms verksmiðja skuldi byggjast har, nærhendis einari jarnmálms æðr. Verksmiðjan skuldi gera artillerí granatir. Rógvi Egilstoft. Rógvi Egilstoft (fyrr Rógvi Egilstoft Nielsen, føddur 7. desember 1992) er føroyskur telvari, fótbóltsleikari og politikari úr Sandavági, búsitandi á Eiði. Hann vann føroyameistaraheitið í talvi í landsliðsbólkinum fyri einstaklingar fyrstu ferð langa fríggjadag hin 6. apríl 2012. Hann spælir í løtuni (2020) fótbólt við NSÍ. Hann hevur fyrr spælt við Streymi, 07 Vestur og Skála. Hann hevur spælt 4 landsdystir við U19 landsliðnum og hevur verið við í hópinum hjá U21 landsliðnum. Rógvi er sonur Torkil Nielsen, sum eisini er telvari og sum er kendur fyri at skorað mál fyri føroyska A-landsliðið móti Eysturríki í 1990. Yngri bróđur Rógva, Høgni Egilstoft Nielsen, er eisini telvari. Á kommunuvalinum 2020 varð Rógvi fyrstvaldur í Eiðis kommunu og varð valdur til borgarstjóra frá 1. januar 2021. Talv-OL 2012 í Istanbul. Rógvi Egilstoft Nielsen luttók á Talv-OL í Istanbul í september 2012 saman við IM Helga Dam Ziska, IM John Arna Nilssen, IM John Rødgaard, Jóan Hendrik Andreasen.. Teir fingu besta úrslit higartil, um hugt veður eftir, hvussu nógv prosent teir vunnu, teir vunnu 56% av leikunum, sum teir telvaðu. Føroyar endaði sum nummar 68 av 157 londum. Áðrenn kappingina var Føroyar mett til at vera á einum 74. plássi. Føroyar fekk í alt 24½ stig av 44 møguligum. Teir vunnu fimm dystir, taptu fýra og telvaðu tveir javnt. Helgi Dam Ziska (1. borð) var toppskjútti við 6½ stigi, John Rødgård (3. borð) fekk 6 stig og Rógvi Egilstoft Nielsen (5. borð) fekk 4½ stig. John Arni og Jóan Hendrik fingu ávikavist 4 og 3½ stig. Armenia vann kappingina, Russland var nummar tvey og Ukraina var nummar trý. Føroyar var frammanfyri Finnland, sum endaði sum nummar 74. Rafael Correa. Rafael Correa (føddur 6. apríl 1963 í Guayaquil) er núverandi Forseti í Ecuador. Correa varð fyrstu ferð valdur til forsætisráðharra 15. januar 2007, men sat tá bert í eitt ár. Síðani gjørdist hann aftur forsætisráðharri frá 2009. Monnow Brúgvin. Monnow Brúgvin í Monmouth, Wales er tann einasta av sínum slag av armeraðum brúgvum frá miðøldini, har tornið á brúnni enn er varðveitt. Brúgvin fer yvirum ánna Monnow, umleið 500 metrar frá staðnum, har áirnar Monnow og Wye. Nú er brúgvin bert loyvd fyri fólki, sum eru til gongu og hon er vard á hægsa stigi (Grade one listed buildings). Brúgvin varð bygt í seinna helmingi av 13. øld. Hildið verður, at hon var gjørd liðug í 1272, men ongi skjøl finnast sum prógva tað. Frá 1889 til 1902 var eitt stórt arbeiði gjørt, fyri at varðveita brúnna, og tað eydnaðist. Monnow. Monnow (walisikt: "Afon Mynwy") er ein á sum rennur gjøgnum útsynningspartin av Herefordshire, Ongland og eystara part av býnum Monmouth í Wales. Markið millum Wales og Ongland. Meginparturin av ánni Monnow er samstundis markið millum Ongland og Wales, áðrenn áin rennur saman við ánni Wye í býnum Monmouth. Áin Wye er eisini hálv ensk frá Monmouth til hon rennur saman við ánni Severn í Chepstow. Í býnum Monmouth bindir tann vakra miðaldar Monnow Brúgvin báðir áarbakkarnar saman. Ein kendur gongutúruru, sum á enskum verður nevndur "Monnow Valley Walk" fer fram við ánni, og ein 65 km langur túrur. Áarsíl. Fyrr var Monnow kend fyri at hava nógv áarsíl frá Pontrilas til Skenfrith og tað førdi til met høga veiðu av áarsíli í ánni. Í 20. øld minkað stovnurin tó rættiliga nógv, og serstakliga eftir 1960-árini, men seinastu árini er stovnurin aftur vaksin nógv og er nú ein av størstu stovnunum við villum áarsílum í Onglandi og Wales. Wye. Wye er fimtlongsta á í Stóra Bretlandi. Niðari parturin av ánni, teir seinastu 26 km millum bygdirnar Redbrook og Chepstow, er samstundis markið millum Ongland og Wales. Áin er eitt týdningarmikið náttúru økið og er eitt vælumtókt ferðavinnumál. Eitt útsýnisstað nærhendis "The Biblins on the Wye" verður nevnt "Trý counties útsýni", tí at tað liggur har sum Herefordshire, Gloucestershire og Monmouthshire møtast. Fleiri áir renna saman við Wye, tær størstu av hesum eru Lugg og Monnow. Áin Wye verður ofta nýtt til kano- og kajakk kappróður. Trý róðrarfeløg halda til við ánna. Hesi róðrarfeløg eru í Hereford, Ross-on-Wye og Monmouth. Árligar stevnur við kappróðri verða hildnar í Ross og Monmouth. Monmouthshire. Monmouthshire á korti yvir Wales. Monmouthshire (Walisiskt mál): "Sir Fynwy") er ein landslutur (county) í landsynnings horninum av Wales. Navnið kemur frá tí søguliga landslutinum við sama navni, tó fevnir verandi Monmouthshire bert um 60% av tí søguliga landslutinum. Størsti býurin í Monmouthshire er Abergavenny. Tað eru nógvar borgir í Monmouthshire. Monmouth Borgin. Monmouth Borgin er ein borg í býnum Monmouth, høvuðsstaðnum í Monmouthshire, sum er í landsynnings horninum av Wales. Talan er um ein Stig 1 friðaðan bygning. Monmouth Borgin liggur tætt við miðbýin, hon er bygt á einum heyggi omanfyri Monnow ánna, aftanfyri handlar, høvuðs torgið og gøtur. Einaferð fyrr í tíðini varð borgin ein týdnignarmikil skansi, sum vardi markið. Henry V av Onglandi varð føddur har. Borgin fór illa undir "Enska Borgarakrígnum" (1642–1651) og skifti eigara tríggjar ferðir tað tíðarskeiðið. Eftir at borgin lutvís varð oyðiløgd vóru partar av henni endurnýttir til at byggja Great Castle House, sum fyrr hevur verið eitt sokallað Townhouse, har aðalin hevur búð, men nú er Great Castle House høvuðssæti hjá "Royal Monmouthshire Royal Engineers" og í bygninginum er eisini eitt savn, sum nevnist "Regimental Museum". Bert nakrir partar av borgini standa eftir, Stóra Tornið (Great Tower) og Høllin (Hall) og partar av múrunum standa enn omaná jørðini. Wye Dalurin. Wye Dalurin, útsýni til Tintern Abbey Wye Dalurin er ein dalur sum er báðumegin markið millum Ongland og Wales. Í Onglandi, Wales og Norðurírlandi hava tey ein máta at viðurkenna náttúruøkið, sum hava serligan landslags týdning. Henda viðurkenning verður nevnd "Area of Outstanding Natural Beauty", stytt AONB. Wye Dalurin hevur hesa viðurkenning. Landslagið her er eitt av tí vakrasta og mest dramatiska, sum ein kann finna í Suðuronglandi. Áin Wye (Welsh: Afon Gŵy) rennur oman gjøgnum Wye Dalin, hon er fimt longsta á í Stóra Bretlandi. Tann ovasti parturin av ánni rennur ígjøgnum býirnar Rhayader, Builth Wells og Hay-on-Wye, men tað økið sum hevur fingið viðurkenningina AONB fevnir bert um tað 72 míl langa strekkið sum er longri niðri við ánna, frá beint sunnanfyri býin Hereford til Chepstow. Angers. Angers, ið er báðumegin La Maine, er høvuðsstaður í Anjou (Frakland) og mentanarligur og politiskur miðdepil í landinum. Cristina Scabbia. Cristina Adriana Chiara Scabbia (fødd 6. juni 1972 í Milano) er ein italsk songkvinna. Hon er best kend sum ein av tveimum sangarum í metal tónleikabólkinum Lacuna Coil. Hon skrivar eisini sangir fyri bólkin. Hon skrivar greinar fyri tíðarritið Revolver. Tainá Müller. Tainá Müller (fødd 1. juni 1982 í Porto Alegre) er sjónleikari úr Brasil. Robin Williams. Robin McLaurin Williams (21. juli 1951 – 11. august 2014) var amerikanskur sjónleikari og skemtari. Hann gjørdist kendur, tá hann spældi leiklutin sum ein vera úr rúmdini, ið nevndist Mork í "Mork & Mindy" (1978-1982). Hann helt fram við lívsleiðini bæði sum stand-up skemtari og sum sjónleikari í biograffilmum. Hann spældi m.a. í viðurkendum filmum sum "The World According to Garp" (1982), "Good Morning, Vietnam" (1987), "Dead Poets Society" (1989), "Awakenings" (1990), "The Fisher King" (1991), og "Good Will Hunting" (1997), eins væl og í spælifilmum sum í filmum sum vóru ein fíggjarlig sukse, eitt nú "Popeye" (1980), "Hook" (1991), "Aladdin" (1992), "Mrs. Doubtfire" (1993), "Jumanji" (1995), "The Birdcage" (1996), "Night at the Museum" (2006), "Happy Feet" (2006), og "Happy Feet Two" (2011). Hann hevði eisini ein leiklut í videofilminum "Don't Worry, Be Happy" eftir Bobby McFerrin. Tríggjar ferðir varð hann tilnevndur ein Oscar-virðislønina fyri besta mannliga leiklutin. Hann móttók ein Oscar fyri besta mannliga hjáleiklutin fyri sín leiklut í "Good Will Hunting". Hann fekk eisini tvær Primetime Emmy Award, fýra Golden Globe-virðislønir, tvær Screen Actors Guild Awards og fimm Grammy Awards. Hin 11. august 2014 var Williams funnin lívleysur í heimi sínum í Paradise Cay í Kalifornia og staðfest varð, at hann varð deyður. Sambært "Marin County's coroner's office", var tann mest sannlíka deyðsorsøkin var kvæling. Hann gjørdist 63 ára gamal. Sambært løgregluni bendir alt á, at Robin Williams er deyður fyri egnari hond. Williams hevur fyrr tosað opið um sítt rúsdrekka- og rúsevnamisbrúk. Gilbert Gottfried. Gilbert Gottfried (føddur 28. februar, 1955) er amerikanskur sjónleikari og skemtari, sum m.a. er kendur fyri hansara leiklut í "Saturday Night Live" og fyri at leggja rødd til papageykin Iago í Disney teknifilminum "Aladdin" frá 1992. Dima Bilan. Dima Nikolayevich Bilan (f. 24. desember 1981) er ein russiskur sangari, sum vann evropeisku sang og tónleikakappingina Eurovision í 2008, hann umboðaði Russland. Føroyingar. Føroyingar er germanskt fólkaslag og tjóð búfast í Føroyum, og við eftirkomarum og útisetum búsitandi í Danmark, Íslandi og Noregi. Føroyingar stava upprunaliga frá norðmonnum, írum og skotum. Blake Clark. Blake Clark (føddur 2. februar 1946) er amerikanskur sjónleikari og skemtari, sum m.a. er kendur fyri hansara leiklut í "It's Garry Shandling's Show" og fyri at leggja rødd til Slinky Dog í "Toy Story". Philipp Kirkorov. Philipp Bedrosovich Kirkorov (f. 30. apríl 1967) er ein bulgarskur/russiskur sangari, sangskrivari og framleiðari. Hann er føddur í Varna, Bulgaria, men býr í Moskva í Russlandi og er av bulgarskum, russiskum og armenskum uppruna. Hann er ein av størstu popp-stjørnunum í Russlandi. Eurovision Song Contest luttøka sum sangari og sangskrivari. Hann umboðaði Russland á Eurovision Song Contest í 1995, og endaði á einum 17. plássi við sanginum "Kolybelnaya dlya vulkana", sum hann sjálvur hevði skrivað. Í 2007 skrivaði hann sangin "Work Your Magic" fyri Hvítarussland, sum Dima Koldun sang. Hesaferð gekk tað betri, Hvítarussland megnaði á fyrsta sinni at kvalifesera seg til finaluna og sangurin endaði á einum 6. plássi av 24 luttakandi londum. Í 2008 skrivaði hann sangin Shady Lady fyri Ukraina til songkvinnuna Ani Lorak, sangurin endaði á 2. plássi. Í 2010 skrivaði hann sangin White Nights til Dima Bilan. Meiningin var, at sangurin skuldi luttaka í lokalu russisku finaluni, men av óvissum orsøkum bleiv sangurin tikin aftur. Maskinur og maktstríð. Maskinur og maktstríð. Fyrsta spunamaskinan ið var gjørd í Bretlandi (1755). Ein maskina er eitt hjálpartól fyri menniskja, ið verður nýtt til mangt. Næstan alt ið verður gjørt nú á døgum er gjørt við maskinum. Ein maskina er eitt tól ið tørvar orku av onkrum slagið, t.d. Olja, dampur, kol, vatn o.a. Ein maskina hevur mangar uppgávur m.a. vera summar maskinur nýttar til at gera æðrar maskinur, og summar eru gjørdar soleiðis at torført arbeiði gerst lættari t.d. í kolanáminum, var guvu maskinan gjørd til at pumpa vatnið úr kolanáminum. Dampur var ikki nýtt tá ið James Watt fann útav tí. Tí at rómverjar høvdu funnið útav hesum mong ár frammanundan, men dampurin var ikki nýttur til nakað serligt tá. Vatn myllur var nakað, sum rómverjar høvdu eisini havt tá ið tíðini. Vatn myllurnar vóru nýttar til sagvirki, hetta var sett saman við sveivhjól og einum sylindari. Áðrenn maskinur vóru framleiddar, var framleiðslan av vørum nógv seinni enn eftir at mann fekk maskinur. Tann fyrsta maskinan í Bretlandi var nýtt í klædna ídnaði, hon var gjørd í 1755. Tær fyrstu spunamaskinurnar vóru drivnar við hond. Tær næstu maskinurnar vóru ætlaðar at mann skuldi nýta vatnorku, og síðani at nýta guvu orku (damp orku). Hesi ídnaðarligu framstigini vera vanliga nevnd ídnaðarkollveltingin, og hettar verur nevnt kollvelting, tí ongantíð fyrr hevur verið møguligt at framleiga vørur so skjótt. Men hetta var gjørligt við maskin nýtslu. Hetta verur nevnt hópvinna. Men tó um hetta var gott fyri ídnaðunum, vóru mong fólk gjørd arbeiðsleys, av tí at maskinurnar tóku teirra arbeiðir. Og hetta vildi fólk ikki finna seg í, men tó var ein lóg gjørd at, um mann gjørdi herverk í verksmiðjum, vóru tey deyðarevsaði. Fleiri arbeiðsfólk vóru avrættaði fyri herverk á maskinur. Ì 1776 vóru tað fleiri vísindamenn ið vóru samlaðir í einum kolanámi í Birmingham at síggja eina nýggja maskinu. Hendan maskinan kundi pumpa vatn upp úr náminum. Mong høvdu verið í iva, um hetta kundi bera til, men tá ið teir sóu hvussu væl tað gekst, vóru teir ovfarnir. James Watt ið var verkfrøðingur, hevði gjørt hesi maskinuna. Hendan maskinan fekk stóran týdning í kolnáminum. À bygd var tað í flestum førum at bøndurnir livdu av tí sum teir dyrkaðu. Men fólkatalið vaks og tí vóru teir noyddir at skipa landbúnaðinum. Meiri matvøra var dyrka, sum teir kundu selja burturav. Góðseigarar góvust at leiða smábóndunum jørð. Teir løgdu seg heldur at velta jørðina saman í fløttar, og ikki í smáteigar. Fyrr høvdu smábøndurnir verið noyddir at fara frá jørðini, tí ognarmennirnir høvdu tikið lendið til seyðahald, og so noyddust mong at rýma av bygd til býirnar. men høvuðsatvoldin at mong fluttu var tí at fólkatalið vaks so mikið úti á bygd. Teir stóru góðseigarnir gingu eisini nýggjar leiðir í landbúnaðinum. Jarnplógvin var tikin í nýtslu, fleiri kornsløg vóru velt, alidjórini fingu betri umstøður og jørðin varð betur taðað. Eisini fóru tey at ala fram betri fenað, hetta gav ídnaðinum týdningarmiklar fyritreytir: Bøndur mistu jørðina og fóru í staðin at arbeiða í verksmiðum í býum og broytingin í landbúnaðinum gjørdi, at teimum ikki vantaðu at vinna pening til mat. Imperialisman hevur við sær, at ein tjóð hevur ræðið á aðrari. Rómverjar løgdu undir seg stórar partar av heiminum, og seinni royndi bæði Napoleon Bonaparte og Hitler at fáa valdið á øðrum londum. Hetta hendi eisini í 1879, har ið bretskir hermenn álopu á Sulufólkinum í Suðurafrika. Hetta er eitt dømi um blóðugar hjálandabardagar, um tað mundið, tá ið imperialisman rættiliga tók seg fram. Tó Evropearar høvdu nýmótans vápn, bardust Sulufólkið ímóti við alt tað teir vóru mentir, men at enda mátti teir at lúta. Tað ber til at koma til ræðið á ymiskan hátt. Vanliga verður valdið tikið við hermegi, men mangan hevur tað eydnast stórveldinum við samarbeiði at leggja smá lond undir seg, og tey sjálvboðin geva seg undir. Tíðin frá 1870 til 1914 verður nevnd imperialistiska øldin, men imperialisman hevur verið bæði fyri og eftir hesa tíðina. Tá ið talað verður um imerialismu, verður ofta hugsa um hernaðarligt vald á hjálondum, men fíggjarligt vald er ofta í kjalarvørrinum imperialismuni. India gjørdist hjáland í 1870 og Afrika eitt sindur seinni. Ì Kina og Japan og í Latínamerika royndu onnur lond at fáa sær handilsfyrimunir. Til 1989 hevði Sovjetsamveldið eftirlit við Eysturevropa. USA og amerikanskar fyritøkur stýra fíggjarligu viðurskiftinum í stórum parti í Latínamerika. Fólk, sum ráða yvir øðrum, royna eisini at flyta egnu mentan og siðir á tey, tey ræða yvir. Hetta verður nevnt mentarnarimperialisma. Vanligur froskur. Vanligur froskur "Rana temporaria" (danskt Butsnudet frø) livir um alt Europa, heilt norður til Norðkapp og eystur til Uralfjøllini, men manglar í stórum pørtum av Iberisku hálvoynni, í suður Italia og suður Balkan. Í Føroyum hava fólk havt henda frosk í hyljum í urtagørðum, í 2008 varð staðfest fyri vist, at hetta froskaslagið hevði myndað ein villan stovn í Nólsoy. Alexander Dale Oen. Alexander Dale Oen í 2009. Alexander Dale Oen (føddur 21. mai 1985 í Øygarden, Noreg, deyður 30. apríl 2012 í Flagstaff, Arizona, USA var norskur elitusvimjari. Hann var serliga dugnaligur í bringusvimjing. Hann var fyrsti norðmaður, sum svam 100 metrar bringu undir ein minutt, tað hendi í 2005, tá setti hann eisini norðurlendkst met. Hann var eisini fyrsti norðmaður, sum vann EM gull í svimjing. Á Olympisku Leikunum 2008 í Bejing gjørdist hann fyrsti norðmaður, ið vann heiðursmerki í svimjing, tá hann vann silvur í 100 m bringu. Hann vann EM á langbana í 100 m bringu í 2008 og silvur í 50 og 200 m bringu. Hann vann EM gull í 100 m bringu í 2006. Í 2011 gjørdist hann heimsmeistari í 100 metrum bringu. Samstundis sum HM kappingin var í Shanghai, fór ein ræðulig hending fram í Noregi, tá Anders Breivik framdi hópdráp móti ungum norðmonnum, sum vóru á Utøya, og brast eina bumbu í Oslo. Tá Alexander vann heimsmeistaraheitið, peikaði hann á norska flaggið, sum var á svimjihúgvu hansara, hann segði aftaná, at hetta gjørdi hann fyri at minnast tey, sum doyðu á Utøya og í Oslo í yvirgangsatsóknini heima í Noregi. Evropeiska Svimjisambandið gav honum heiðurin "Besti mannligi svimjarin í Evropa" í 2011. Alexander Dale Oen var til hæddarvenjing í Arizona, tá hann bráddliga doyði. Alexander Dale Oen varð størsta OL vónin hjá Noregi um at vinna OL heiðursmerki til Noreg til OL 2012 í London. Alexander var ikki sjúkur áðrenn hann doyði, hann hevði bara havt nakað av pínu í økslini, men hann hevði fingið viðgerð fyri tað, og tað gekk framá. Hann tosaði í telefon við familjuna umvegis internetið við Skypa stutt áðrenn hann varð funnin deyður á baðirúminum. Hann lá partvís á gólvinum og lutvís á kantinum á baðikarinum, tá svimjivinir hansara funnu hann klokkan 19.50 lokala tíð. OL-læknin hjá norska svimjilandsliðnum kom alt fyri eitt á staðið og royndi at fáa lív í hann aftur við at geva honum hjarta/lunga 1. hjálp, men uttan úrslit. Hann bleiv síðan koyrdur á sjúkrahús, har tað klokkan 21 lokala tíð varð staðfest, at hann varð deyður. Guantánamo fangalegan. Guantánamo Fangalegan er eitt amerikanskt hernaðarfongsul á landsynningshorninum á Kuba. Tað liggur við ein flógva, ið hevur eina flotastøð ”Guantánamo Bay Naval Base”. Fangalegan er bygd av amerikonsku fyritøkuni “Halliburton” og kostaði 30 mió. US$ (umleið 180 mió. DKK krónur í 2005 kursi). Orsøkin til, at fangalegan er staðsett í Kuba er, at fangalegan harvið er uttanfyri amerikanska lóggávu. Fangalegan verður stýrd av amerikonsku verjuni. Hon læt upp 11. januar 2002 undir stýrinum hjá George W. Bush. Samanlagt hava 779 fangar verið á Guantánamo. Av teimum doyði 8, 6 gjørdu enda av sær sjálvum og 2 doyðu av natúrligum orsøkum. Yngsti fangin var 14 ár, tá amerikanskir hermenn tóku hann. Allir fangarnir eru útlendskir ríkisborgarar, burtursæð frá tí eina. Í dag eru 171 fangar eftir (desember 2011), og teir hava ikki fingið greiðu á, um tey nakrantíð koma út aftur. Guantánamo fangalegan hevur ein serligan leiklut. Talan er um fangar, ið verða roknaðir at vera ein hóttan ímóti USA og altjóða trygd. Meirilutin av fanganum eru undir illgruna at hava framt yvirgang í samband við álopið móti USA 11. september í 2001. (9/11) Teir flestu sita inni uttan rættargongd ella prógv fyri, at teir eru sekir. Tað vil siga, at tosað er um fangar, ið einans eru undir illgruna at hava framt yvirgang. Teir kunnu ikki dømast orsakað av væntandi próvgrundum ella av ófullfíggjaðum avhoyringum. Fangarnar á fangaleguna kallast “fíggindaligar stríðsmenn”, og tí heldur amerikanska kongressin fast við, at altjóða lóggáva um krígsfangar ikki er í gildi í fangatippinum. Tað eru ymisk feløg, so sum Reyða Kross ósamd í, og halda hetta er ein brotsgerð, tí man kann ikki bara geva fangarnar eitt nýtt heiti. Teir hoyra framvegis undir lóggávuna um krígsfangar. Amerikanska stjórnin hevur fingið mótmælir úr øllum heimin, serliga frá mannarættindafeløgum, sum til dømis Amnesty International. Mótmælt verður mest móti píning og deyðarevsing, bæði uttan rættargongd. Píning verður framd í fongslinum sambært loyniligum skipanum hjá CIA. Tey hava nýtt pínsluháttar, sum til dømis “Waterboarding”. Tað er tó ógreitt, um pínslu enn verður nýtt á Guántanamo. Nakrir av teimum fangunum, ið eru eftir, hava verið píndir. Tað er prógvað, at fimm av fanganum á Guantánamo hava fingið deyðarevsing. Í valstríðnum í 2009 lovaði forsetin Barack Obama at lata Guantánamo-fangaleguna aftur. Hann skeyt upp, at allar fangarnir skulu koma fyri sivilar dómstólar í USA. Hann gav boð um, at øll 21 mál móti fangum á leguni skuldi steðgast innan 120 dagar. Obama skrivaði undir fráboðanina í Hvíta húsinum. 11. januar 2011 hevði Guantánamo fangalegan 10 ára fagnaðarhátíð. Tað gav høvi til, at Amnesty International skipaði fyri eina undirskriftsinnsavning, har 165.000 undirskriftir kravdu at Guantánamo skuldi latast aftur. Obama lovaði, at steingja fangaleguna eftir eitt ár, men hann gekk frá orðum sínum. Í 2011 boðaði forsetin frá, at hann nú tvørturímóti ætlar at fáa sett í gildi eina skipan, sum ger tað møguligt at hava fangar sitandi í Guantánamo í óavmarkaða tíð. Samstundis hevur amerikanska stjórnin boðað frá, at hon fer at seta niður fleiri hernaðardómstólar - eisini á Guantánamo. Adriana Esteves. Adriana Esteves Agostinho Brichta (fødd 15. desember 1969 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Hon varð tilnevnd eina Emmy í 2011 fyri bestu sjónleikarinnu í eini drama røð fyri hennara leiklut sum Dalva de Oliveira í minirøðini "Dalva e Herivelto: uma Canção de Amor." Karma. Karma er í nógvum øðrum átrúnaðum enn Buddatrúgv, sum til dømis Hinduisma, og er ymiskt frá trúgv til trúgv. Karma kann umsetast til “Orsøk og avleiðing”/"gerðir". Nógv misskilja karma til at vera ein revsing frá Budda, men soleiðis er ikki. Karma er, hvussu tankar, orð og gerðir ávirkar sinni okkara. Negativar gerðir ávirka lagnuna í komandi lívum, meðan positivar gerðir gjøgnum fleiri tilverur løna seg aftur í form av, at ein kann meditera (grunda) og hava sálarfrið, møguliga sum munkur. Tá ein er komin til stigið at meditera, kann ein í síðsta enda sleppa av við Karma, og fáa frælsi. Tað vil siga, at karma gevur rættvísi og afturløn, og vísur seg í næsta lívi, tá ið ein verður endurføddur. Reinkarnatión. Reinkarnatión, eisini endurholding og endurføðing er, at sálin hjá einum livandi veri fær eitt nýtt likam í næsta lívi á jørðini. Samløguna av gerðinum og harvið karma’ið í fyrra lívið, ráða fyri hvørja hædd títt lív verður á, altso um man verður ein eiturkoppur ella eitt menniskja. Í nógvum trúgvum kann man eisini reinkarnerast sum nakað annað enn eitt djór - sum ein planta til dømis. Mariana Ximenes. Mariana Ximenes do Prado Nuzzi (fødd 26. apríl 1981 í São Paulo) er sjónleikari úr Brasil. Móðir hennara hevur røtur úr Niðurlondum, meðan pápin hevur røtur úr Italia. Hon gjørdist kend í Brasil, tá ið hon í 2000 spældi leiklutin sum Bionda í skemtirøðini Uga-Uga. Árið eftir, í 2001, legði hon brasilska rødd til Sharon Spitz í kanadisku animatiónsrøðini Braceface. Daryl Sabara. Daryl Christopher Sabara (føddur 1992) er amerikanskur sjónleikari, sum m.a. er kendur fyri hansara leiklut í "Father of the Pride" sum Hunter. Ty Panitz. Ty Panitz (føddur 1999) er amerikanskur sjónleikari, sum m.a. er kendur fyri hansara leiklut í "How to Eat Fried Worms" sum Woody Forrester. Luke Benward. Luke Aaron Benward (føddur 12. mai 1995) er amerikanskur sjónleikari og sangari, sum m.a. er kendur fyri hansara leiklut í "How to Eat Fried Worms" sum Billy Forrester. Dominic Scott Kay. Dominic Scott Kay (føddur 1996) er amerikanskur sjónleikari, sum m.a. er kendur fyri hansara leiklut í "Air Buddies" sum Buddha og fyri leiklutin sum sonur Will Turner í "Pirates of the Caribbean: At World's End". Caio Blat. Caio Blat de Oliveira (føddur 2. juni 1980 í São Paulo) er sjónleikari úr Brasil, sum hevur spælt í filmum, innan sjónvarp og á palli. Kona hansara er sjónleikarinnan Maria Ribeiro. Marilyn Monroe. Marilyn Monroe, Norma Jeane Mortenson (1. juni 1926 í Los Angeles – 5. august 1962 í Los Angeles) var eitt ikon í 1950'unum, men tað var ikki fyrr enn tá at hon veruliga fekk umtalu, bleiv kend og gjørdist eitt ikon. Tá ið navnið á Marilyn Monroe verður nevnt, hugsa tey flestu um hana, sum definatiónin av vakurleika, femininiteti og tað, ið nógv søgdu hana at hava, "x-factor". Við teimum lívsumstøðum, hon hevði livað ígjøgnum, og, fólkini í hennara lívi, vóru við til at skapað tí 'influence' og 'viljestyrke' sum hon fekk frá teimum, at klára seg. Monroe arbeiddi fyrst við at vera model, síðani fekk hon smáar rollur í ókendum filmun. Tað var ikki fyrr enn í "The Asphalt Jungle" og í "All about Eve" at hon fekk stóra umtalu. Hon tóktist at vera hendan naiva, eitt sindur býtt blondina, og tað vístist í filmunum, so sum "Gentlemen Prefer Blondes" og "The Seven Year Itch", men tvørturímóti var hon ein klók kvinna sum dámdi væl at lesa litteratur, og dugdi væl við fólki. Hendan verumátan hon brúkti, var við til at skapa eitt image í industrienum. Men áðrenn hon var komin so langt, var hon bert ein vanlig genta ið æt Norma Jeane Mortensen Baker. Mamma Monroe, Gladys Baker, ið hevði verið ein vøkur kvinna eins sum hon, var sinnisjúk, eins sum hennara egna móður, Della Baker, ið var omman hjá Marilyn. Ígjøgnum uppvøksturin hevði Norma Jeane búð hjá einari kristnari familju, Bolender. Fleiri ár seinni, tá ið Norma enn var ein smágenta, gjørdi mamma hennara krav uppá at fáa dóttir sína aftur, og við tí hendingini møtti Marilyn (Norma Jeane) ein vigtigan persón, sum fór at vera við til at vekja hennara interessu fyri sjónleiki, vinkonan hjá mammuni, Grace McKee. Heilsan hjá mammuni, Gladys Baker, bleiv verri, og hon bleiv innløgd á eitt sjúkrahús í 1933, har ið hon bleiv diagnoserað við skizofrenia. Grace Mckee bleiv verjin hjá Marilyn Monroe og greiddi henni frá, at hon skuldi blíva líka sum Jean Harlow, tá ið hon bleiv stór, ein sjónleikari ið Grace sjálv var inntikin av. McKee bleiv gift fyri triðju ferð, og hon var tí undur trýsti at fáa hetta hennara tiðja ektaskap at fungerða, og koyrdi tí Norma Jeane inn á eitt barnaheim. Tvey ár seinni tóku Grace og maður hennara hana inn aftur, men tað var ikki leingi fyrr enn Norma fekk eitt annað heim at búgva í. Tíðliga í 1938 sendi McKee hana at búgva hjá eini av tantunum hjá sær, Ana Lower. Men av aldurdómi, hon gjørdist 60 ár, og av sjúkum, m.a. hjartasjúkum ið fingu hana at selja sítt hús og flyta, fór Norma Jeane tí aftur at búgva hjá Grace. Maður hennara og Grace sjálv valdu at flyta til Virginia, tí maður Grace fekk eitt starv har, og í staðin fyri at Norma tí skuldi sendast aftur til eitt barnaheim ella eina pleiðifamilju, ið var vanligt tá, at summar familjur nýttu, sum ein møguleika at fáa børnini passaði ímeðan tey gjørdu eina roynd at fóta sær aftur, orsakað av tí so nevnda krakkinum á Wall Street í 1929. Men av tí, at hon var tvey ár yngri enn vaksnamannaaldur, bleiv hon gift við soninum hjá grannunum, James Dougherty. Grace hevði tosað við mammu James og síðani fingið tað avgjørt, at sonurin og Norma skuldu giftast. Ta tíðina James var burturi í hertænastu, fekk Norma starv som model hjá ymiskum fotografum. James var tó ímóti tí, hóast hon fekk góða løn og hevði verið á forsíðum á nógvum bløðum. Ben Lyon uppdagaði hana skjótt og fekk hana inn at taka eina filmroynd. Hon undirskrivaði eina kontrakt og fekk sína nýggju karrieru sum sjónleikari. Lyon og Norma gjørdu henni eitt nýtt listanavn, ið bleiv til Marilyn Monroe. Monroe hevði verið gentunavnið hjá mammuni, Gladys. Marilyn Monroe hevði fyrst smáar leiklutir í ókendum filmun, so sum ein telefonopratørur í "The Shocking Miss Pilgrim", sum var fyrsti filmur hennara. James Dougherty segði, at Marilyn var ein "fitt genta við einari søtari rødd – men sum kundi blíva lættiliga særd, so hon var sárbar". Júst hettar, var partur av hennara stjørnukvaliteti. Nakrir av hennara best umtóktu filmum vóru "How To Marry A Millionaire" og "Some Like It Hot". Tony Curtis, sum spældi við í filminum "Some Like It Hot", greiður frá í einari samrøðu, at leikstjórin Billy Wilder ringdi og segði, at hann vildi hava Curtis og Monroe at spæla høvuðsleiklutirnir í filminum, men at "Monroe var ring at fáa fatur á". 1956 og 1957 vóru eini torfør ár hjá Marilyn, har hennara persónliga lív kom nógv fram í miðlunum. Hon var kend fyri at koma ov seint og at vera óálítandi. Gitingar eru um, at hettar ikki bert vóru 'stjørnu nykkur', menn at hon hevði fingið symptomini, sum mamman Gladys og omman Della plágaðust av. Anders Behring Breivik. Anders Behring Breivik (f. 13. februar 1979 í Oslo) er ein høgrasinnaður víðgongdur hópdrápsmaður úr Noregi, sum framdi yvirgangsatsóknir í Oslo og á Utøya hin 22. juli 2011. Hann myrdi til samans 77 fólk, har tey flestu vóru ungdómar. Hann er revsirættarligur, og kann dømast til fongsulsrevsing, tað siga teir serkønu sálarlæknarnir Terje Tørrisen og Agnar Aspaas, sum lótu inn eina 300 síðu langa frágreiðing til býarrættin í Oslo stutt aftan á hendingina, um at har skuldi gerast ein sálarlig kanning um Anders. Læknarnir staðfestu nógvar ferðir, at teir vóru komnir fram til eina aðra niðurstøðu enn í tí fyrstu frágreiðingini. Í henni var metingin tann, at Anders var so sálarliga sjúkur, at hann skuldi dømast til eitt tvingað varðhald og at hann ikki kundi dømast til fongsulrevsing. Í apríl 2012 staðfesti ein kanning, at hann ikki var sálarliga sjúkur. Anders hevur verið undir einum samdøgurseftirliti í sambandi við kanningina. Fríggjadagin tann 22. juli 2011 vil altíð vera hugt aftur á sum ein syrgiligur dagur. Í Oslo og á oynni Utøya hendi eitt ræðuligt, meiningarleyst og óveruligt yvirgangsálop. Eftir hetta álopið broyttist alt, og hevur tað rakt tey avvarðandi og norsku tjóðina sera hart. Tað fyrsta yvirgangsálopið í Vesturheiminum síðani 2005 hendi í Oslo kl. 15.25., tá ið ein brotsmaður, nevndur Anders Behring Breivik, sprongdi eina 950 kg tunga bumbu, sum var fjald í einum leigaðum bili, beint frammanfyri Høyblokken í Oslo, har forsætisráðharrahúsið og løgreglustórnardeildin liggja. Frá Høyblokken koyrdi Breivik í einum ørðum leigaðum bili út til Utøya, og har gingu uml. 2 tímar, áðrenn hann var har úti. Á Utøya skeyt hann eftir luttakarunum á einari AUF summarlegu (sosialdemokratiskir ungdómar). Í alt doyðu 77 fólk, 69 vórðu dripin undir hópadrápið á Utøya og 8 vóru deyð av bumbuni. 33 av fólkunum sum doyðu, vóru undir 18 ár. Fyrrverandi norski forsætisráðharrin Gro Harlem Brundtland var á oynni beint áðrenn tað hendi, og núverandi forsætisráðharrin Jens Stoltenberg skuldi vera við í einum møti dagin eftir. Áðrenn hendingina hevði Breivik vápnaloyvi og var limur í einum sera høgrasinnaðum bólki. Við síni egnu fyritøku keypti hann kunsttøð í stórum mongdum, og undir hópdrápinum nýtti hann kúlur nevndar dum dum-kúlur, fyri at gera so nógvan skaða, sum hann kundi á ofrini. Hann var ílatin í einum løgreglubúnaði, einum skottryggum vesti, og hann gav til sjóndar, at har skuldi gerast eitt rutinukekk á oynni. Eitt vitni sigur, at hann gekk runt og skeyt við 10 sekund millum skotini í 3 korter, meðan hann rópti og skar í fagnaðarróp. Fólk skríggjaðu og grótu. Nøkur krógvaðu seg í runnum, meðan onnur royndu at svimja til meginlandið. Uml. kl. 19.00 varð sagt, at brotsmaðurin var handtikin. Málið ímóti Breivik var fyrstu ferð fyri í rættinum mánadagin tann 16. apríl 2012. Í tingrættinum varð Breivik hin 24. august 2012 dømdur til 21 ára fongsulsrevsing, har hann sum minstamark skal sita í 10 ár. Breivik kunngjørdi, at hann ikki ynskti at kæra dómin, og at hann heldur ikki vildi taka ímóti dóminum, tí at hann ikki viðurkendi rættin sum lógligan, og tann norski ríkisadvokaturin avgjørdi at ákærumyndugleikin heldur ikki ynskti at kæra dómin.. Nostradamus. Michel de Nostredame (14. desember 1503 – 2. juli 1566) er ein av heimsins kendastu profetum. Hann er mest kendur fyri bókina "Les Propheties", ið er skrivað sum vers við fýra reglum hvørt. Tey, ið lesa hansara verk, hava givið honum heiðurin fyri at hava spátt fleiri stórar hendingar í søguni. Millum annað ta fronsku kollveltingina, atombumbuna, tá ið Adolf Hitler kom til valdið og 11. Serliga aftaná 11 gjørdist Nostradamus kendur og kom á fleiri listar fyri mest seldu bøkur. Nostradamus var føddur í Suðurfraklandi í desember 1503. Hann var sonur ein kornhandlara, ið eisini var eitt slag av skrivstovumanni. Upprunaliga var familja hansara jødisk, men var konverterað til katolismu í 15. øld. Tá ið Nostradamus var fimtan ára gamal, fór hann at taka prógv á universitetinum í Avignon. Men aftaná eitt ár, var hann noyddur at steðga aftur vegna Svarta Deyða. 26 ára gamal fór hann aftur í skúla, aftaná at hava arbeitt í nøkur ár. Hann fór at lesa til lækna á universitetinum í Montpellier, men var útvístur aftur tá tey funnu útav at hann hevði arbeitt sum apotekari, ið var eitt slag av arbeiði, ið var bannað. Hann fór tá aftur at arbeiða sum apotekari, og gjørdi eina vitamin, ið var kend víða fyri at verja móti Svarta Deyða. Í 1531 fór Nostradamus til Agen. Har giftist hann við einari konu, ið enn er ókend, men føddi honum tvey børn. Børnini og konan doyðu í 1534, sikkurt av Svarta Deyða. Aftaná deyða teirra ferðaðist hann víðari ígjøgnum Frankaríki og kanska Italia. Hann búsetti seg í Salon-de-Provence, har hann giftist við einari ríkari einkju og fekk seks børn, tríggjar gentur og tríggjar dreingir. Hann byrjaði at fara vekk frá heilivágnum og fór ístaðin móti tí dulda. Hann skrivaði ein álmanakka og var so væl nøgdur við úrslitið, at hann skrivaði ein ella fleiri hvørt ár. Samanumtikið eru tær kendar fyri at hava yvir 6300 spádómar, har ið teir flestu ikki vóru rættir. Eisini 11 árligar kalendarar, har allir byrja 1. januar og ikki í marts, sum annars hevur verið hildið. Tá byrjaði hann at skriva 1000 vers við fýra reglum, har spádómarnir eru, ið hann er kendur fyri í dag. Av tekniskum grundum vóru tey seinastu 58 versini í tí sjeyndu bókini við hundrað versum, eisini kallað Árhundrað, aldrin útgivin. Versini fingu ymiskar reaktiónir tá ið tey vóru útgivin. Nøkur fólk hildu at Nostradamus var falskur ella ørur í høvdinum, meðan fleiri hildu at hansara vers vóru andaliga inspireraðir profetiir. Skjótt komu tey ríku allastaðni frá og vildu hava horoskopir og góð ráð frá honum. Drotningin, kona kong Henry II úr Frankaríki, var ein av fylgjarunum hjá Nostradamus. Aftaná at hon hevði lisið hansara álmanakka frá 1555, ið hótti ta royalu familjuna, bað hon hann um at koma til París at forklára og at tekna horoskopir til tey royalu børnini. Í tí tíðini helt hann, at hann fór at vera hálshøgdur, men tá ið hann doyði í 1566, hevði hon gjørt hann til ráðgeva og lækna hjá konginum. Í 1566, eftir at giktin hjá Nostradamus hevði plágað hann í nógv ár, bleiv hon til vatnsótt. Fyrst í juli sigst hann at hava sagt við sín sekreter, at tey fóru ikki at finna hann livandi við sólarris. Morgunin eftir var hann funnin deyður við síðunar av songini hjá sær. Red Hot Chili Peppers. Red Hot Chili Peppers í 2006. Rockbólkurin Red Hot Chili Peppers kom fram í 1983 í Kalifornia. Bólkurin æt upprunaliga Tony Flow and the Miraculously Majestic of Mayhem, men tað bleiv seinni broytt til Red Hot Chili Peppers. Teir koyrdu seg saman sum ein tónleikabólk. Hesin bólkurin var bara fyri stuttleikar í fyrstuni. Men so til eina konsert føldu teir nakað heilt serligt, og vildu so fara víðari, og blíva ein ordiligan tónleikabólk. Teir spældu á barrum og strippbarrum. Longu har blivu teir kendir, kendir fyri at teir altíð vóru í langum tennis sokkum, og fyri at spæla musik, blandað av funk, punk og rap. Man byrjaði at hoyra um hendan nýggja bólkin í Los Angeles, og EMI skrivaði eina kontrakt við tónleikabólkin. Og seinni komu teir á hitt listan um alla verðina. Í tónleikabólkinum Red Hot Chili Peppers vóru hesir liminir: Anthony Kiedis (føddur 1. novembur 1962 á St. Mary’s Hospital, Grand Papids, Michigan USA) var forsangari í Red Hot Chili Peppers. Josh Klinghoffer var guitar spælari. Michael “Flea” Balzary (føddur 16. oktober 1962 í Melbourne, Australien) er ein australskur bassistur og bleiv kendur undir navnið Flea, tá ið hann byrjaði at spæla við Red Hot Chili Peppers. Chad Smith (føddur 25. oktober 1961) er ein amerikansk trummuspælari í Red Hot Chili Peppers, og hevur verið við í tónleikabólkinum síðan teir gjørdu fløguna Mother’s Milk. Jack Irons (føddur 18. juli 1962 í Los Angeles, Californien, USA) er trummuspælari og er best kendur, limur í Red Hot Chili Peppers og Pearl Jam. Irons hevur eisini arbeitt saman við Redd Kross, Raging Slab, Joe Strummer, The Latino Rockabilly War og The Les Claypool Frog Brigade. Hillel Slovak (føddur 13. apríl 1962, doyði 25. juni 1988) var ein israelskur/amerikanskur guitaristur og fyrrverandi limur í Red Hot Chili Peppers. Hillel Slovak doyði, akkurát tá ið teir høvdu avtalað, at nu skuldu teir (Red Hot Chili Peppers) taka seg saman og gera eitt stórt gjørgnumbrot, har ið teir gera okkurt stórt, so at teir verða ordiliga kendir aftaná 4 ár. Guitaristurin í tónleikabólkinum Hillel Slovak, hevði leingi kempað við stoffum, sum var eitt stórt problem hjá tónleikabólkinum. Hillel Slovak bleiv funnin í sínari íbúð, deyður av einari yvirdosis av heroin (1988). Hini í tónleikabólkinum, fingu eitt stórt sjokk av hesum. Eftir hann doyði, gjørdi Red Hot Chili Peppers ein mini-sang um hann, sum eitur “Knock Me Down”. Av tí at Hillel Slovak doyði, valgdi Jack Irons at fara úr bólkinum. Kiedis og Flea valgdu ikki at fara úr. Ein trummuspælari við navnið Chad Smith kom við í tónleikabólkinum. Tað sama gjørdi ein guitarspælari við navnið John Frusciante, sum so var ein stórur fan av tónleikabólkinum áðrenn, so hetta var ordiliga stórt fyri honum, at koma við í tónleikabólkin. Har hava verið nógvar broytingar í tónleikabólkinum, av tí at teir ikki hava kunna semjast, og av tí at Hillel Slovak doyði. Tað er syrgiligt at hoyra at ein av teimum doyði, og at fleiri onnur kend fólk eru deyð av tí sama, og har eru eisini fleiri fólk í allari verðini, sum eru deyð av tí sama. Tað er eisini eitt sindur syrgiligt, at teir ikki hava kunnað semjast so væl hesi árini, at teir hava verið noyddir at broytt bólkin, og at onkur er farin úr. Gavrilo Princip. Gavrilo Princip (serbiskt: Гаврило Принцип, 25. juli 1894 - 28. apríl 1918) var ein bosniskur serbi, sum drap eysturíkska-ungarska trúnarvingan, Franz Ferdinand og konu hansara, Sofiu, sum var hertuginna av Hohenberg og var við barn, tá morðini vóru framd. Gavrilo varð føddur í einari bygd sum eitur Oblijaj, foreldur hansara, vóru Petar, ið var postmaður, og mamman Marija. Gavrilo Princip hevði 8 beiggjar, 6 av teimun doyðu av sjúkum. Foreldur hansara høvdu ikki nokk av pengum til at hava hann hjá sær, so tey sendu hann til ein eldri beiggja, ið búði í Zagreb, sum nú er høvuðsstaðurin hjá Kroatia. Í 1912 fór Gavrilo Princip í mótmælisgongu ímóti Sarajevo, hetta hevði við sær, at hann bleiv koyrdur úr skúlanum, sum hann gekk á. Hildið verður at tað var Gavrilo Princip, ið var grundin til at fysti veraldarbardagi byrjaði. Hetta komst av, at hann drap eysturríkska trúnarvingin Franz Ferdinand og konu hansara, Sophie. Morðini fóru fram hin 28. juni í 1914. Gavrilo Princip og viðhaldsmenn hansara vóru tiknir av serbiska herinum. Holocaust. Holocaust (úr Griskum ὁλόκαυστος "holókaustos": "hólos", "heilt" and "kaustós", "brent", tað vil siga katastrofa) var útreinskanin av evropeiskum jødum, sum fór fram frá 1933 til 2. heimsbardagi endaði í 1945, framt av týska statinum undir leiðslu av nazi-leiðaranum Adolf Hitler. Holocaust er ein av mest umtalaðu hendingum nakrantíð. Undir krígnum vóru umleið 6 000 000 jødar dripnir, og hetta var næstan 60 % av øllum jødum, ið livdu tá. At hata jødar er nakað, ið ikki byrjaði í Týsklandi, tá ið Adolf Hitler kom til valdi, hetta byrjaði langt áðrenn í heimssøguni. Hetta var heldur ikki nakað týskt "fænomen" at hata jødarnar. Eitt rótgrógvið hat ímóti jødunum er eisini at síggja í skriftunum hjá Martini Luther, og hetta var eisini ein týdningarmikil partur av sjálvsfatanini hjá teimum kristnu. Síðan tað, í tí meira ”moderna” samfelagnum, tað vil siga aftaná ár 1800, eru jødarnir hjá mongum fólkum blivnir fataðir sum ein bumsur ella pirra á samfelags-kroppinum. Har eru fleiri felagskapir settir í stovn, tann størsti av teimum er nokk nazistaflokkurin. Nazistaflokkurin við Adolf Hitler á odda, kom til ræði í Týsklandi í ár 1933. Nazistarnir dugdu væl at "selja" seg, og skjótt vóru teir blivnir sera væl dámdir víða um. Teir fingu skaffað fleiri túsind fólkum arbeiði, av tí at motorvegur var settur í gerð. Teir søgdu, at hetta fór at betra um sambandið, og tað fór tað nú eisini, men størsta grundin var nokk tí, at tað skuldi vera lættari at transportera tanks, herðbilar, hermenn og annað, ið skuldi brúkast til kríggið nøkur ár seinni. Men jú longur nazistarnir sita við valdið, jú meira eyðsýndir vera teir. Her byrjar at henda okkurt. Hitler byrjar at byggja sær ein herð, ein herð, sum vil nakað við alskyns kampvognum. Eisini verður gjørt um seg millum fólkið, har ein ávísur missmunur verður. Her er tað serliga jødarnir, ið eru hart raktir. Har verður sett forboð fyri teimum mong støð, har verða vístar ræðumyndir av jødunum, har ið teir vera lýstir sum nakað ringt. Og hetta verður verri og verri, jødarnir vera viðfarnir sum dýr! Og tá er tað, at kríggið byrjar. 1. september í 1939 leypa týskararnir á Pólland, og so er allur heimurin í kríggi. Og tá koma nazistarnir út við øllum um jødarnar. Teir vilja hava eitt stóra-Týskland uttan jødar, vilja beina fyri jødunum. Nógvar og stórar legur vóru bygdar, har ið jødarnir vóru sendir fyri at arbeiða og drepast. Ikki bert jødar blivu dripnir, eisini evnaveik, myrk fólk, fólk ið hoyrdi til Jehova Vitni, samkynd, slavur og russar. Tok koyrdu í hópatali út í mongu legurnar, ið lógu spjaddar runt í londum eystan fyri Týskland, lond sum Pólland, Russland, Eysturríki og Kekkia. Tokini vóru meira enn full hvørja ferð tey fóru, og tað var sum oftast sera langar ferðir, við hvørki vátum ella turrum, so mong doyðu á ferðini. Tað var hart at liva í legunum, lívskorini vóru ikki góð. Lítið at eta, vánalig støð at sova í og hart arbeiði. Og fleiri túsind fólk blivu dripin hvønn dag. Tá ið kríggið endaði í juni mánaði í 1945, vóru næstan 6 000 000 jødar blivnir dripnir. Ætlanin. “Final Solution/Die Endlösung” – kalladist tann endaliga “loysnin” hjá Týsklandi sum var um at drepa/útrudda allir jødar í Evropa. Úttrykkid vard brúkt til Wannsee-konferensuna í Berlin 20. januar 1942 har týskir embætismenn kjakadust um gjøgnumførsluna av hesi ætlan. Hvussu vistu týskarar hvør var jødi? Tann 14. november 1935 sendu nasistarnar hesa definitiónina av einum jøda út: Ein og hvør við trimum ella tveimum jødiskum ommum og abbum, sum hoyrdu til tað jødiska samfelagið t. 15. september 1935, ella aftaná tað; var giftur við einum jøda ella jødindu t. 15. september 1935, ella aftaná tað; var avkomin av einum parlagi ella einum ”útumsparlags-sambandi” vid einum jøda 15. september 1935, ella aftaná tað. Legurnar:. Líkasum við nasismuni byrjaðu arbeiðslegurnar sum nakað sum skuldi fyristilla øgiliga gott, sunt og vinaligt. Tað varð lýst við familjuuppihaldi, og gott hjá børnum at stuttleika sær. Men soleiðis var ikki, og legurnar vórðu størri, fleiri og ógvusligari og vundu skjótt uppá seg. Eitt gott dømi um, hvussu lætt tad er at blenda fólk á slíkan hátt, uttan tey faktiskt vita hvat tey gera, er filmurin: ”Die Welle”. Arbeiðslegurnar vórðu harðar, umstøðurnar ringar, og arbeitt varð ógvuliga hart hvønn dag. Ein deyðslega er ein konsentratónslega við tólum specielt sniðgjørd til systematiskt morð. Tær vóru ræðuligar, tí nasistar hungraðu, misbrúktu og drupu óskyldig fólk. Nasistar hildu ikki jødar vera menniskju, men frá aðrari planet. Frá 1933 til 1945 bygdu týsku nasistarnar umleið 20.000 legur til at fongsla offur. Tey fólkini, sum vóru offur, vórðu fysiskt konsentrerað á legunum. Í 1939 lótu nasistar upp “tvungnar” arbeiðslegur, og folk í túsundtali fóru at doyggja av møði, svongd og eksponering. Hvussu nógv vóru jødiski ofrini tilsamans? Tað er ómøguligt at siga neyvt, hvussu nógv doyðu undir holocaust, men tey flestu eru einig um eitt tal á umleið 6 milliónir jødar. Granskarir og fólk meina, at Holocaust ikki bert var jødaforfylging. Nasistarnar vóru eisini eftir fólki úr mongum øðrum bólkum, sum t.d. sigøjnarar, sovjetiskir krígsfangar, alment pólskt og serbiskt fólk, samkynd, folk við breki, Jehova vitni og aðrir politiskir og religiøsir flokkar - um tey so vóru týsk ella ikki - ið vóru mótstøðufólk, ”anti-sosial” t.d. biddarar, vagabondar og gøtuseljarar. Telir man hesi við, hava offrini verið millum 11 til 17 milliónir fólk. Ein onnur kelda sigur eisini, hesi fólkini, sum vórðu dripin av aðrari orsøk enn jødauppruna vóru 5 milliónir, so t.v.s. ca. 11 milliónir tilsamans. Minningardagar. Teir dagarnar til minnis um offrini av holocaust er árliga 8-daga tíðarskeiðið, sum er valt av Sameindu Tjódum, at hjálpa borgarum at minnast og læra av holocaust. Tað árliga tíðarskeiðið, sum vanliga byrjar sunnudagin áðrenn ta jødisku traditiónina Yom Hashoah, heldur fram gjøgnum tann komandi sunnudagin, vanligvís í apríl ella mai. The United States Holocaust Memorial Museum hevur eitt tema hvørt ár, og útgeva ymsir lutir og tilfar til at stuðla og gera ein innsats. Tad er ógvuliga týdningarmikið, at vit, aftaná slíkar katastrofur, ongantíd gloyma hvat hendi og læra av teimum feilum, sum tey gjørdu tá, so teir ikki henda aftur. Julius Cæsar. Gaius Julius Caesar var rómverskur keisari frá 49 f.Kr. til 44 f.Kr. var ein rómverskur státsmaður, generalur og rithøvundur av latínskari prosa. Hann spældi ein týdningarmiklan leiklut í hendingunum ið førdu til avhendan av Rómverksa Lýðveldinum og byrjanina til Rómverjaríkið. Í 60 f.Kr. gjørdu Cæsar, Crassus og Pompejus ein politiska samgongu, ið kom at dominera rómverskan politikk í mong ár. Sigrarnir hjá Cæsar í gallisku bardøgunum, ið endaðu í 51 f.Kr., víðkaðu um økið hjá Róm til Ermarsund og Rínánna. Cæsar gjørdist tann fyrsti rómverski generalurin, ið fór yvirum ensku kanalina og Rínánna, tá ið hann bygdi eina brúgv tvørtur um Rínánna og framdi tað fyrstu innrásina í Bretlandi. Tjørnuvíksstakkur. Tjørnuvíksstakkur (eisini róptur Stakkurin) er ein 133 metra høgur stakkur norðanfyri bygdina Tjørnuvík, sum er norðasta bygd á Streymoynni. Siðbundni túrurin út á Tjørnuvíkstakk verður fyriskipaður einaferð um árið, um heystið, og tað verður lagt nógv uppí henda dagin. Hesin dagurin, er vorðin ein siður fyri tjørnuvíkingar, men tað eru ikki bert tjørnuvíkingar við á túrinum, tað koma fleiri fólk úr øðrum bygdum, og eisini ferðafólk úr øðrum londum. Tað eina ári vóru umleið 200 fólk við á túrinum. Túrin er helst vikuskifti nærmast 20. september. Í nýggjari tíð verða stuttleikaferðir út í Stakkin eisini fyriskipaðar av og á. Í dag er lætt at koma yvir um á Stakkin, tí tað er gjørdur ein kassi, sum hongur á tveimum rennistrongum, og verður drigin við einum eftirstjóra av monnunum, sum eru við á túrinum. Tá aftur verður komið oman í bygdina, hevur bygdafólkið borðreitt við frálíkum breyði við føroyskum viðskera, inni í bygdahúsinum, til fólkið, sum hevur verið við á túrinum. Stakkurin er 133 m høgur, hann var ikki lættur at søkja fyrr, tí tað var so ringt at koma upp á hann. Seinni settu teir jarnringar fastar í hann, og tá gekst betur at sleppa upp. Nú tá rennistrongur er lagdur út á Stakkin, ferðast teir frá hond aftur og fram tvørtur um Stakksund. Húsið í Stakkinum. Tað hava verið tvey hús á Stakkinum. Tað fyrra var bygt síðst í 40'unum, men feyk í illveðri. Húsið, sum veður brúkt í dag, varð bygt fyrst í 1970'unum. Húsið hevur verið sera hent, bæði til lundafleyg, og tá farið verður út á Stakkin til annað endamál. Húsið er umleið fýra ferðir fimm metrar í einari hædd; seks koyggjur eru í húsinum, og øll neyðug útgerð til matgerð er eisini í húsinum. Á sumri í 1993 varð nýggi strongurin lagdur. Og saman við honum og nýggja kassanum hava tjørnuvíkingar havt møguleikan fyri at víst einari mongd av vitjandi út í Stakkin á útferðunum, sum skipað hevur verið fyri. Seyðahald og fulgaveiða í Stakkinum. Tað, sum Stakkurin óivað er best kendur fyri, er seyðurin, ið gongur har úti, og sum verður seldur á uppboði, har avkastið fer til vælgerandi endamál. Áðrenn strongur kom, bleiv seyðurin hivaður upp og sleptur upp á Stakkin. Teir seyðirnir, kundu ganga í fleiri ár, áðrenn teir vóru tiknir aftur, tí ringt var at koma eftir teimum. Tá strongur kom, lá betur fyri. Seyðurin verður ikki sleptur út á hvørjum ári. Á fundi, ið var hildin í bygdahúsinum tann áttanda apríl 1993, varð samtykt, at seyður skuldi sleppast út á Stakkin tvey ár á rað, men síðan skuldi hann friðast tað triðja. Triðja árið verða bert hornaseyðir sleptir út. Stakkurin hevur verið sera hentur fyri tjørnuvíkingar. Serliga hevur tað verið fuglaveiðan, sum hevur havt nakað at siga. Talan er um lunda og havhest. Fyri nøkrum árum síðani, mundi tað vera vanligt at fáa upp til 20.000 til 30.000 lundar í eitt ár. Men hetta er minkað nógv. Tað besta árið í nýggjari tíð var í 1982, tá 5.051 fuglar vóru veiddir í 13 dagar, í meðal 388 fuglar um dagin. Ringast var í 1988, tá einans 34 fuglar vóru veiddir í fimm dagar; 5 fuglar um dagin. Hetta hildu tjørnuvíkingar vera sera óheppið, og okkurt mátti gerast. Semja var um at friða Stakkin í tvey til trý ár fyri lundafleyg og seyðahald. Men tað var óivað ikki hetta, ið var orsøkin til at ongin lundi var, tí tað var yvirhøvur allastaðni, at lundin var í minking. Í bókini "Úr Bjargasøguni" eftir Arna Nørrevang verður nevnt, at tjørnuvíkingar vóru í royting í Stakkinum; hetta var í 1776. Hendan ferðin endaði syrgiliga, tí her læt ein maður lív, og hetta er einasti maður, sum fólk vita um, sum hevur latið lív á staksferð. Che Guevara. Ché Guevara (føddur 14. juni 1928 í Rosario, Argentina, deyður 9. oktober 1967) var ein argentinskur marxistiskur uppreistarleiðari, lækni, rithøvundur, diplomatur. Hann var tann eldsti av fimm systkjum. Tey lógu í tí hægra endanum av miðalklassanum. Pápin var arkitektur og hevði ymiskar lítlar fyritøkur. Hetta gjørdi at tey vóru hampuliga væl fyri. Søgan um Ché Guevara. Ernesto ”Ché” Guevara uppfataði alt Latín Amerika sum sítt heimland. ”Mál, hugburðir, religión og felags harri sameinir hesar natiónir” hetta vóru orðini hjá Ché Guevara. Fólk ið kendu familjuna segði at Ché hevði ein góðan barnsburður. Tey søgdu eisini at foreldrini hjá Ché vóru frísinnaðu, at tey vóru anti-fascistar og sera politiskt virkin. Hesin hugburðurin hevur so at siga smitta av uppá Ché. Tá ið foreldrini hjá Ché funnu útav at hann hevði eitt sera ringt tilfeldi av astma, gjørdu tey av at flyta til Alta Garcia har veðurlagi var gott og turt. Astmaðin hjá Ché var sera ringt og hann hevði, alt lívið, næstan dagliga astma-herðindi. Tó hendan sjúkan gjørdi tað ringt at liva vanligt noktaði Ché at geva upp. Hann kempaði ímótir sjúkuni og lærdi seg at hugsa og lesa tá ið herðindini vóru ringast. Hann vandi kroppin og betraði um heilsuna hjá sær við at ganga langar túrar í fjøllunum í Argentina. Í 1946 byrjaði Ché at lesa medisin á universitetinum í Buenos Aires. Hann ferðaðist nógv runt umkring í Latín Amerika og lærdi tí nógv um geografiina, nátturina og fólkini ið búðu á kontinetinum*. Ché var sera foharmaður um fátækadømi men av tí at hann var so ungur visti hann ikki so nógv um politik. Í 1952 vendi Ché aftur til Buenos Aires, aftaná einari langari ferð, fyri at lesa liðugt. Í 1953 bleiv hann lækni. Tó hann akkurát var blivin lækni føldi hann ongan hug til at gera karrieru við hesum og fór tí beinavegin út at ferðast aftur. Ché var blivin sera áhugaður í politikki aftaná sínari langu ferð runt í Latín Amerika. Hann hevði sæð hvussu korrupt landi var, og hvussu nógv fátækadømi var. Tí var ætlanin við hesari ferðini at fara til tey støðini har tað vóru problemir. Hann vil gjarna vera við til at gera ein mun. Hann og nøkur vinfólk fóru fyrst til Bolivia og síðani til Guatemala, har hann so smátt byrjaði at broyta seg til ein aktivan revolutioner. Hann var við til at kempa ímóti óretvísi og korruptiónini. Eftirsum inasiónstropparnar drupu øll ið vóru vinstraorienteraði ella misstonksom, so yvirtalaðu vinfólkini Ché til at søkja um asyl í tí argentinsku embassaduni í Guatemala. Fílabeinsstrondin. Tjóðveldið Fílabeinsstrondin (alment franskt heiti: "République de Côte-d'Ivoire") er eitt land í Vesturafrika. Í norðri hevur Fílabeinsstrondin mark við Mali og Burkina Faso, í eystri við Gana, og í vestri við Liberia og Guinea. Almenna málið er franskt. Mannarættindabrot. Bæði deildir, sum stuðla fyrrverandi forsetanum á Fílabeinstrondini Laurent Koudou Gbagbo og núverandi forsetanum Alassane Ado Dramane Ouattara, framdu kríggsbrotsverk og brot á mannaættina, í blóðuga stríðnum, sum tók seg upp aftaná valið í desember 2010. Alassane forseti hevur higartil ikki fordømt hesum ræðugerðum. Hetta kann tulkast, sum tekin um, at hansara trygdardeildir og aðrir vápnaðir bólkar, hava fingið grønt ljós til at halda fram við bardøgunum. Heitt verður á Alassane, um alment at fordøma bardøgunum og at steðga øllum álopum á sivila fólkið alt fyri eitt. Mannarættindabrot verða framhaldandi framd mótvegis veruligum ella ímyndaðum stuðlum hjá fyrrverandi forsetanum Gbagbo. Mannarættindabrotini verða bæði framd í Abijan og í vestara partinum av landinum. Eitt kanningarlið hjá Amensty International hevur verið á Fílabeinstrondini, í gott tveir mánaðir, og samlað meira enn 100 frágreiðingar frá vitnum og fólki, sum hava yvirlivað massakrina, sum fór fram tann 29. mars 2011 í Duékoué, sum liggur umleið 500 km. vestan fyri Abidjan, og granna bygdinum. Allar frágreiðingarnar frá vitnum bera boð um, at drápini eru systematisk útvald og framd av hermonnum í FRCI ("Forces Républicaines de Côte d'Ivoire"), sum varð stovnað av núverandi forsteta Alassane tann 8. mars í 2011. FRCI herdeildin hevur dripið hundraðtals menn í øllum aldrum, vegna teirra politisku sannføring og etniska samleika. Áðrenn menninir vóru dripnir, vóru teir bidnir um at upplýsa navn teirra og vísa samleikaprógv. Nøkur av samleikapróvnum vóru funnin undir liðini av líkunum. Frá 6. til 8. mai í 2011 vóru fleiri bygdir niðurbrendar og fleiri fólk dripin. FRCI rættvístgjørdi hesar gerðir við at siga, at teir leitaðu eftir vápnum. Síðan desember 2010 hava deildir, sum hava stuðla Gbagbo eisini hava framt kríggjsbrotsverk og brot móti mannaættini, harmillum morð, píning og neyðtøkur. Síðst í februar mánaði fóru deildir, sum stuðla Gbagbo, inn í eitt tætt bygt grannalag í Abijan, har fólk, sum stuðla Alassane hildu til, og drupu fleiri fólk. Stríðið, sum hevur valdað seinastu seks mánaðarnar hevur ført til, at túsundtals fólk eru flýdd og eru tramautiseraði. Búskapur. Fílabeinsstrondin sigst vera eitt tað tryggasta landið í Afrika, bæði politiskt og búskaparliga. Ein av atvoldunum er, at landið hevði sama forseta, Félix Houphouët-Boigny (f. 18. oktober 1905 – d. 7. desember 1993), í 33 ár, 1960 til 1993. Hann legði dent á, at landið skuldi flyta út ymiskar vørur, tí at tað er ein av fortreytunum fyri sterkum búskapi. Týdningarmestu landbúnaðarvørurnar eru kaffi og kakao. Bøndurnir dyrka eisini bummull, frukt og tubbak og hava eisini skógarvinnu. Borið saman við flestu lond í Afrika er Fílabeinsstrondin rættiliga ríkt land. Ein ein av orsøkunum er, at myndugleikarnir hava lagt seg eftir, at bøndurnir dyrka ymiska grøði. Einki land í heiminum dyrkar so nógv kakao sum Fílabeinsstrondin - summi ár kemur 1/3 av øllum kakao haðan - men kapping úr Landsynningsásia kann fara at broyta hetta. Einki annað land í Afrika dyrkar so nógv kaffi, og teir dyrka eisini ananas og bananir. Fyrr vóru stórir skógir á Fílabeinsstrondini. Har vaks nógvur dýrur viður, sum til dømis íbinholt og mahogni. Nú er næstan eingin skógur eftir. Í mong ár var skógarvinna álitið í búskapinum, og nógvur viðarútflutningur var hildin at vera ein av útvegunum at vinna á uttanlandsskuldini. Stórir skógir vórðu høgdir niður og lendið lagt inn til kaffi- og kakaolundir. Nú verður roynt at bjarga tí skógi, sum eftir er, og farið er eisini at gróðurseta trø. Fólkið. Fleiri enn 60 fólkasløg eru á Fílabeinsstrondini, og samanumtikið liva tey friðarlaga saman. Eitt av hesum fólkum er danfólkið, djúpt inni í skógunum fyri vestan. Tey eru gitin fyri at duga væl at skera í træ og gera m.a. træskortar, sum limirnir í serligum loyniligum felagsskapum brúka, so at eingin skal vita, hvørjir teir eru. Bara limirnir í hesum felagsskapum sleppa at dansa styltudansin hjá danfólkinum. Átrúnaður. Kúpan á størstu kristnu kirkju í heiminum ("La Basilique Notre-Dame de la Paix") dagar høgt upp um húsatekjurnar í lítla býnum Yamoussoukro, sum fyri stuttum varð gjørdur til høvuðsstað á Fílabeinsstrondini. Gamli forsetin, Boigny, hevði sjálvur eftirlit við arbeiðinum, kirkjan varð liðug í 1989. Hon var ovurdýr at byggja, men har eru 7 000 sessir, og í túninum fáa 350 000 fólk verið - tríggjar ferðir so nógv fólk, sum búgva í býnum. Funnist varð harðliga at forsetanum fyri at seta í verk so ræðuliga dýra bygging í einum landi, har enn er stórt fátækadømi. Mentan. Fílabeinsstrondin gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1960, tá hevði landið verið franskt hjáland í 400 ár. Landið hevur enn nógv samband við Frakland. 240 km sunnanfyri høvuðsstaðin liggur Abidjan. Hesin nýmótans havnabýurin við glampandi háhúsum er størsti býur í landinum. Í Abidjan eru nógvir snøggir mótahandlar og fínar matstovur, ið eru merkt av franskari ávirkan og minna um, at landið hevur staðið undir Fraklandi. Mangir bankar í Abidjan og aðrar fyritøkur húsast í háhúsunum uppi á heygnum í býnum. Abidjan var høvuðsstaður á Fílabeinsstrondini til 1991, tá ið Yamoussoukro gjørdist høvuðsstaður. Dean Edwards. Dean Edwards (føddur 1970) er amerikanskur sjónleikari, sangari, rithøvundur, raddaleikari, skemtari og tónleikari. Rødd hansara minnir um røddina hjá Eddie Murphy. Hann er m.a. kendur fyri hansara leiklut í "Scared Shrekless" sum Donkey. Eddie Murphy. Edward Regan "Eddie" Murphy (føddur 3. apríl 1961) er amerikanskur sjónleikari, sangari, skemtari, tónleikari og rithøvundur sum m.a. er kendur fyri hansara leiklut í "Shrek" sum Donkey (legið rødd til). Hann er blivin tilnevndur til Golden Globe Award fyri hansara framførslur í "48 Hrs", "Beverly Hills Cop" røð, "Trading Places", og "The Nutty Professor". Í 2007 vann hann Golden Globe í bólkinum "Best Supporting Actor" (Besti stuðlandi sjónleikarin) og móttók eina tilnevning fyri Academy Award for Best Supporting Actor fyri hansara leiklut sum soul sangarin James "Thunder" Early í "Dreamgirls". Ciara Bravo. Ciara Quinn Bravo (fødd 1997) er amerikanskur sjónleikari og røddleikari, sum er best kend fyri sín leiklut sum Katie Knight í "Big Time Rush". Hon er eisini kend fyri at leggja røddir til teknifilmar og animatiónsfilmar, m.a. er hon kend fyri at leggja rødd til animatiónsfilmin "Open Season 3" sum Giselita. X Factor (Danmark). a> vann donsku X Factor kappingina í 2009. a> gjørdist nummar trý í X Factor 2012 í Danmark. X Factor er ein sjónvarpssending, har fólk sleppa at vísa, hvussu væl tey duga at syngja. X Factor verður framleitt í fleiri ymiskum londum, og varð upprunaliga framleidd í Stóra Bretlandi. Tað var sjónvarps og tónleika framleiðarin og tónleika dómarin Simon Cowell, ið fann uppá X Factor sendingina. Í Danmark hevur sendingin verði framleidd síðan 2008. Fyrsta sendingin varð víst í DR1 í januar, februar og mars 2008. Fyrst koma ein rúgva av fólki til tær sonevndu auditions, har tey syngja fyri trimum dómarum. Her hendur so ein grov sortering, har tey allar flestu verða send heim. Men rættiliga nógv verða tó vald út til at koma til tað tey nevna boothcamp, og har framføra tey fleiri ferðir og at enda velja dómarnir, sum hava fingið onkran at hjálpa sær, tey nýggju út, sum sleppa við til live framførslurnar. Hvør dómari sleppur at velja tríggjar luttakarar. Tá bootcamp byrjar verða teir tríggir bólkarnir tilvildarliga býttir út til dómararnar. Ein av teimum fær so tey ungu millum 15 og 24, ein fær tey meira tilkomnu, sum eru yvir 25 og ein dómari fær so bólkarnar. Fleiri ferðir hevur tað víst seg, at bólkarnir ikki hava nóg høga góðsku, og tí eru dómararnir farnir at gera sín egna bólk ella kanska fleiri við at seta einkultir sangarar, sum annar vóru blivin send heim, saman til ein sangbólk. Í 2009 hepnaðist henda mannagongd so mikið væl, at bólkurin Alien Beat Club gjørdist nummar tvey, sjálvt um tey øll fýra stillaðu upp sum solistar at byrja við. Tað var dómarin Remee, sum setti tey saman. Føroyingar í X Factor (Danmark). a> f. (Nygaard) gjørdist nummar fimm í 2010. Fleiri føroyingar hava luttikið í og klára seg væl í X Factor sang kappingini í Danmark. Í 2009 luttók føroyska Linda Andrews í kappingini, og hon kláraði seg so mikið væl, at hon vann kappingina. Í 2010 luttók Anna Nygaard, sum eftir at sendingin varð liðug fekk sær kunstnaranavnið Anna Faroe. Anna var millum tey 9 sum komu til live framførslurnar, men kom tó ikki í finaluna. Anna gjørdist nummar 5. Í 2011 gjørdist vinnarin Sarah Skaalum Jørgensen, í X Factor kend sum Sarah. Sarah er ikki heilur føroyingur, og heldur ikki hálvur, men hon er kvartur føroyingur, ættað úr Hvalba, hagani millumnavnið Skaalum kemur. Í 2012 luttók Sveinur Gaard Olsen úr Havn og Kristel Lisberg av Tvøroyri. Kristel kom víðari fleiri ferðir, men beint áðrenn tey allar seinastu skuldu veljast út til live framførslurnar, so bleiv hon vald frá og slapp ikki við. Sveinur Gaard Olsen kom allan vegin til finaluna. Hann gjørdist nummar trý. Beint áðrenn finaluna varð skipað fyri einum túri til Føroya, har DR1 fólkini fylgdu við honum. DR1, Norðurlandahúsið og Tórshavnar Kommuna skipaðu fyri móttøku av Sveini, og uttan at hann visti av tí, høvdu tey saman við familju hansara skipa fyri einari konsert í Norðurlandahúsinum. Brot frá móttøkuni og konsertini vóru síðan víst í næstu X Factor sendingini, har dómarin Thomas Blachman tosaði rættiliga ironiskt um tað at borgarstjórin í Havn (Heðin Mortensen) helt røðu fyri Sveini. Ein annar luttakari sum varð millum tey 9 sum komu við til live framførslurnar, var hálvur føroyingur og hálvur íslendari. Tað var Jean Michel, sum var helmingurin av einum bólki saman við Nicoline Simone. Tað bleiv rættiliga rokaligt, tá Jean Michel stutt árðenn finaluna, tá bara ein live framførsla var eftir, tók seg úr kappingini. Av tí at tey bæði vóru ein bólkur, so kundi Nicoline Simone ikki halda fram uttan Jean Michel. Í seinastu framførsluni áðrenn finaluna bleiv tí ongin sendur heim. Sendingin helt tó á sum vanligt, og fólk sluppu at atkvøða álíkavæl, og tær atkvøðurnar komu so at telja við til sjálva finaluna. Í 2014 varð ein bólkur samansettur av Anthony og Jasmin, bólkurin fekk navnið Anthony Jasmin og endaði við at vinna X Factor Danmark 2014. Jasmin er hálvur føroyingur, mamma hennara, Hannah Dahl, er ættað úr Vági. Mamman er dóttir Magnus Dahl úr Vági. Í 2015 luttók føroyski sangarin og tónleikarin Jógvan Joensen úr Fuglafirði. Hann fekk Lina Rafn til mentor. Hann kom til liveshow har bert 9 einstaklingar og bólkar sleppa at luttaka, Jógvan luttók í bólkinum 23 ár og eldri. Hann kom í "vandabólkin" til fyrsta liveshow saman við einum øðrum luttakara hjá Line, og tí slapp Line Rafn sjálv at velja, hvør skuldi sendast heim, hon valdi at senda Nanni heim. Í næsta liveshow slapp Jógvan víðari uttan at koma í vandabólkin. Jógvan kom allan vegin til seinastu finaluna, har bert trýggir luttakarar eru eftir. Hann gjørdist nummar tvey av øllum, meðan tann tá bert 15-ára gamla Emilie Esther vann kappingina. Sesongyvirlit. Luttekur í (ella er mentor fyri) "Undir 25"-bólkinum ("Undir 24" í sesong 6, "Undir 23" í sesong 7) Luttekur í (ella er mentor fyri) "Yvir 25"-bólkurin ("Yvir 24" í sesong 6, "Yvir 23" í sesong 7) Luttekur í (ella er mentor fyri) "Bólkar"-bólkin Sambia. Tjóðveldið Sambia (alment enskt heiti: "Republic of Zambia") er eitt land í í syðra-Afrika við umleið 12,9 mió. íbúgvar. Í norðri hevur Sambia mark við Tansania og Kongo-Kinshasa, í eystri við Malavi og Mosambik, í vestri við Angola, og í suðri við Namibia, Botsvana og Simbabvi. Enskt er tað almenna málið í Sambia. Sambia er stórur háslætti, har eru høg fjøll og djúpir dalar. Landið hevur fiskiørn sum tjóðmerki, og hon er eisini á sambiska flagginum. Politikkur. Tá ið landið loysti frá Stóra Bretlandi í oktober 1964, brast politiskt stríð á, og stríð kyknaði ímillum fólkasløgini í Sambia. Stríðið stóð við til 1972, tá ið Kenneth David Kaunda (f. 28. apríl 1924) lýsti Sambia sum einfloksríki. Í 1991 tapti Kaunda á fyrsta fólkaræðiliga valinum í 19 ár. Nú er friðarligari í Sambia enn nógvastaðni í Afrika, hóast 14 fólkasløg eru í landinum. Lógarbrot. Fólk í Sambia eru friðarlig, vinsæl og sera hjartalig. Har nýtist tær ikki at óttast harðskap, men tjóvar og biddarar eru sum flugur allastaðni. Tey, sum eiga pening, hava tað gott og liva væl í stórum húsum. Tey hava húshjálp, sum gera alt arbeiði, bæði inni í húsinum og uttanum. Hjá teimum, ið eftir teirra málistokki eru vælhavandi, er neyðugt at hava høgar gyrðingar og portur uttanum húsini fyri at halda tjóvum burtur. Eyðkvæmi. Í Sambia doyggja nógv ung fólk av AIDS, miðal livialdurin er bert 52 ár. Í Lusaka er spildurnýtt hospis til ung foreldur, ið liggja at doyggja. Tað eru nunnur, ið standa fyri hesum hospis. Tað verður gjørt nógv fyri at upplýsa fólk um smittuvandan, eitt nú við at framføra drama á fríøkjum. Deyðarevsing. Av teimum 53 londunum í Afrika hava 12 lond heilt avtikið deyðarevsing. Senegal avtók til dømis deyðarevsing í 2004, Côte d'Ivoire í 2000, Suðurafrika í 1997 og Angola í 1992. Lond sum Sambia, Mali og Algeria teljast millum tey 14 londini, sum ikki hava framt nakra avrætting seinastu 10 árini, hóast tey formliga ikki hava avtikið deyðarevsing. Landafrøði. Sambia er eitt slætt og vakurt land, men har er lítið dyrkað, og nærum alt er oyðið. Ein rúgva av djórum liva har og alt gongur leyst, uttan leyvur og hýenur. Tó ganga djórini ikki millum húsini. Tjóðargarðarnir, ið eru friðaðir til tess at verja dýralívið, eru meira enn triðingurin av Sambia. Fiskiørnin er vanligur fuglur við stóru vøtnini, har hon veiðir fisk. Fólkið. Flestu fólk, ið búgva her, arbeiða í koparvinnuni. Tilsamans búgva 42 % av fólkinum í Sambia í býum, meiri enn í nøkrum øðrum landi í Afrika. Mong húski í Sambia hava búð í býum í trý, fýra ættarlið, og tað er sjáldsamt í Afrika. Ídnaður. Sambia er fjórðstørsta koparvinnuland í heiminum, og búskapurin í landinum er ógvuliga nógv ávirkaður av, hvussu gongdin í koparvinnuni er. Miðskeiðis í Sambia eru stórar koparlindir í einum øki, sum er 320 km. langt og 50 km. breitt. Økið verður kallað "koparbeltið". Gongd kom á koparvinnuna í 1930-árunum, og koparið hevur fíggjað stóran part av menningini í Sambia. 85 % av útflutningsinntøkunum í landinum eru av hesari vinnu. Fall koparprísurin nógv á heimsmarknaðinum, hevði tað komið ógvuliga illa við búskaparliga. Eitt annað er, at koparið eisini er farið at minka. Sambia, ið er inni í Afrika, má flyta kopar og aðrar útflutningsvørur ígjøgnum onnur lond til havnabýir, haðan tað kann verða avskipað. Til 1960-árini var meginparturin fluttur ígjøgnum Simbabvi, men viðurskiftini ímillum londini bæði versnaðu, og Sambia legði eina nýggja jarnbreyt gjøgum Tansania. Henda jarnbreyt er nú høvuðssútflutningsleiðin úr Sambia, og verður nevnd "Tansamjarnbreytin". Tansamjarnbreytin er úr Sambia til havnabýin Dar es Salaam í grannalandinum Tansania. Ferðavinna. Zambeziá, sum er suðurmark í landinum, er umtókt ferðamannamál í Sambia. Her sigla Zambeziá, sum er suðurmark í landinum, er umtókt ferðamannamál í Sambia. Her sigla ferðafólk váðasigling oman eftir áunum í gummibátum, har áirnar renna stríðar (siglingin verður nevnd "rafting"), gera útferðir at síggja dýralívið og fara at hyggja at stórslignu Viktoriufossum. Við Kariba er stór byrging um ánna, haðan fer ravmagn bæði til koparnámini í Sambia og til grannalandið Simbabvi. Í Karibavatni, sum kom, tá ið byrgingin varð løgd, fiska mong ferðafólk. Fátækradømi. Fólkið er ógvuliga fátækt, lønirnar eru lágar og arbeiðsloysið stórt. Allan vegin fram við jarnbreytini ímillum koparbeltið og høvuðsstaðin Lusaka eru fatækrabýlingar. Alt er bráðfeingisbygging, og húsini hava hvørki vatn, ravmagn ella kloakkskipan; tí eru sjúkur elvdar av skittføri og troti vanligar. Størsti handilsmidepilin í høvuðstaðnum, Lusaka, har 1 mió. fólk búgva, er á stødd við SMS. Tó keypir vanligi afrikanarin keypir ikki har, men á marknaðum. Har er eisini vanligt, at fólk býta um vørur sínamillum. Tað er at undrast á, at fátækradømið er so stórt, tí landið er fruktagott. Men fólk eru máttleys og uttan áræði. Hóast tey fáa tilboð um jarðarstykki, sum tey sjálvi skulu eiga grøðina av, so taka tey ikki av. Møguliga er orsøkin tann, at tey, sum royna at tjena pening, ongan kjans hava at savna nakað til sín sjálvs. Tey verða noydd fyrst at syrgja fyri familjuni, bæði systkjum og foreldrum. Lønirnar hjá afrikanarum í Sambia eru ógvuliga lágar. Ein lækni tjenar ikki meiri enn 3000 og ein lærari um 700 krónur (DDK) um mánaðin. Ein vællønt arbeiðsgenta fær bara 500 krónur í mánaðarløn. Orsaka av lágu lønunum, trívast tey, sum fáa sær útbúgvingar, ikki í landinum, men leita uttanlands at arbeiða. Mentan. Sjálvt um fátækradømi er stórt í Sambia, er samanhaldið í familjuni og umsorganin fyri hvørjum øðrum stór. Eitt, sum eyðkennir flestu fólk í Sambia, er, at tey eru serstakliga vinsæl. Men tey eru máttleys og hava einki áræði at vinna sær pening, ella at bøta um egnar liviumstøður. Orsøkin er, at har verður tikið sum givið at tjenar tú pening, hjálpir tú allari familjuni. Ítróttur. Sambia vann heilt óvæntað finaluna í African Nations Cup í 2012 eftir brotsspark kapping ímóti favorittunum frá Fílabeinsstrondini. Eftir málleysan dyst og longda leiktíð, máttu brotsspørk til fyri at avgerða hvør skuldi vinna meistaraheitið í Afrika. Sambia vann 8-7, og er vinnari av kappingini fyri fyrstu ferð. Danielle Harris. Danielle Andrea Harris (fødd 1977) er amerikanskur sjónleikari, sum m.a. er kend fyri sín leiklut í "Father of the Pride" sum Sierra. Verne Troyer. Vernon Jay Troyer (1. januar 1969 - 21. apríl 2018) var amerikanskur sjónleikari, skemtari og stuntmaður. Hann er best kendur fyri leiklutin Mini-Me í Austin Powers filmsrøðini. Hann var bert 81 cm høgur, sum gjørdi hann ein av heimsins minstu monnum. Lívsleið. Vernon var føddur í Sturgis, Michigan, USA. Hann var sonur Susan Troyer, virkisarbeiðara, og Reuben Troyer, umvælara. Hann átti tvey systkin, tey Devon og Deborah. Hann segði sjálvur at foreldrini: aldrin fóru við mær øðruvísi enn vanligu-stødd systkynum hansara. Eg bar træ, og fóðraði kýr, svín og onnur djór á garðinum". Vernon var upprunaliga uppvaksin sum amifólk, men foreldur hansara fóru frá trúarbólkinum ímeðan hann var barn. Sum barn ferðaðist hann ofta til ami familju sína at vitja í Centreville í Michigan. Hann fekk prógv frá Centreville High School í 1987, og ein minnispláta í hansara navni var reist í skúlanum í 2003. Starvsleið. Filmkarriera Vernon byrjaði tá fyrverandi formaður "Little People of America" setti seg í samband við hann tíðliga í 1990-árunum. Hann leitaði eftir einum, í einari serligari hædd, at spæla stuntmaður fyri leiklutin "Baby Bink" í John Hughes filminum "Baby's Day Out" (1994). Eftir hetta arbeiddi hann sum stuntmaður, við einkultum smáskemtileiklutum í fleiri filmum í 1990-árunum, har ímillum "Dunston Checks In", "Jingle All the Way" (báðir frá 1996), "Men in Black" (1997), og "My Giant" (1998). Vernon møttist við Jay Roach, leikstjóra "Austin Powers", um leiklutin Mini-Me, áðrenn seinni filmurin skuldi upptakast. Mike Myers, ið var ein av høvundum filmsrøðarinnar, var ovfarin av tulkan Vernons á leiklutinum, og broytti handritið av "Austin Powers: The Spy Who Shagged Me" (1999), soleiðis at Mini-Me og Vernon fingu meiri spælitíð, og læt vera við at drepa leiklutin í filminum, sum upprunaliga var ætlað. Vernon endurtók leikin trý ár einni í filminum "Austin Powers in Goldmember" (2002), og arbeiddi aftur saman við Mike Myers í filminum "The Love Guru" (2008). Eftir at verða vorðin kendur fyri leiklutin sum Mini-Me, fekk Vernon leiklutin sum vætturin Griphook í "Harry Potter and the Philosopher's Stone" (2001), og leiklutin Percy í fantasyfilminum "The Imaginarium of Doctor Parnassus" (2009) hjá Terry Gilliam. Hann luttók eisini í fleiri realitetsrøðum, millum annað "The Surreal Life" (2005), "Welcome to Sweden" (2007), og í sættu røð av bretska "Celebrity Big Brother" (2009). Privatlív. Søgur siga at hann giftist modellini Genevieve Gallen tann 22. februar 2004, men ógildaði hjúnabandið dagin eftir. Trúlovan parsins hevði tó verið nógv í miðlunum. Vernon og løgfrøðingur hansara noktaðu, at parið nakrantíð hevði havt nakrar planir um giftimál, og segði modellina finna upp á søgur við peningi fyri eyga. 25. juni 2008 lak eitt privat filmsbrot á netið, har Vernon og fyrrverandi unnusta hanara, Ranae Shrider, høvdu kynsligt samband. Filmsbrotið, ið var filmað í 2008 í Beverly Hills, og í heimbygd Ranae Fort Cobb í Oklahoma, var likið av Ranae sjálvari og slatursjónvarpsstøðini TMZ. Kevin Blatt, sum seldi kenda filmsbrotið við Paris Hilton í somu støðu í 2003, royndi at selja filmsbrotið. Vernon saksøkti TMZ, Kevin Blatt, og SugarDVD fyri brot á hansara privatlívi. Eisini saksækti hann fyri høvundarætt. Í mai 2015 luttók Vernon, Brittney Powell, og sonur hennara Tyson í "Celebrity Wife Swap." Brittney býtti um pláss við konu Hines Ward. Í byrjan apríl 2018 var Vernon innlagdur á sjúkrahús, eftir ein tilburð heima við hús. Hann hevði fyrr verið innlagdur til avvenjingar vegna rúsdrekkatrupuleikar. Deyði. 21. apríl 2018 doyði Vernon Troyer sum 49 ára gamal. Ongin deyðsorsøk hevur verið alment fráboðað. Líkskoðari vil vera við at talan er um eitt møguligt sjálvmorð, harsum líkskoðarin fann stóra nøgd av rúsdrekka í blóði Vernons, sum gevur merki um rúsdrekkaeitran. Warwick Davis. Warwick Ashley Davis (føddur 3. februar, 1970) er ein enskur sjónleikari. Hann spældi høvuðsleiklutin í "Willow" og "Leprechaun", og so spældi hann Ewok Wicket í "Return of the Jedi" og professaran Filius Flitwick og Griphook í "Harry Potter" filmunum. Privatlív. Warwick Davis hevur dvørgavøkstur, hann er føddur við sjúkuni spondyloepiphyseal dysplasia congenita (SED). Hann er giftur við Samanthu (fødd 1971), ið hevur achondroplastia, ið er tað slagið ið umleið 70% av øllum dvørgum hava. Tey búgva í Yaxley, nærindis Peterborough, Cambridgeshire. Tey hava fingð fýra børn, harav tvey eru á lívi: dótturin Annabelle og sonurin Harrison, bæði hava SED. Tveir teir fyrstu synirnir doyðu stutt eftir føðing orsakað av einari deyðiligari kombinatión av dvørgvøkstrinum hjá báðum foreldrunum. Samantha er dóttir Peter Burroughs, ið er sjónleikari og stjóri á fyritøkuni Willow Management, og systir Hayley Burroughs, ið er sjónleikarinna. Keke Palmer. Lauren Keyana "Keke" Palmer (fødd 26. august 1993) er ein amerikanskur sjónleikari og sangari, sum m.a. er kend fyri sín leiklut í "Ice Age" sum Peaches. Danny Jacobs. Daniel Charles "Danny" Jacobs, Jr. (føddur 7. jul 1968) er amerikanskur sjónleikari, leikari, sum leggur røddir til teknifilmar og skemtari. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut í "The Penguins of Madagascar", "Merry Madagascar", og sum King Julien í Netflix røðini "All Hail King Julien". Andy Dick. Andrew Robert "Andy" Dick (føddur 21. desember 1965) er ein amerikanskur sjónleikari, skemtari og tónleikari. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut í "Hoodwinked" sum Boingo. Hann spældi fyrstu ferð í sjónvarpi í Ben Stiller Show. Eitt stutt skifti hevði hann sína egnu sending The Andy Dick Show á MTV. Cássia Kis. Cássia Kis Magro (fødd 6. januar 1958 í São Caetano do Sul) er sjónleikari úr Brasil, sum hevur røtur úr Ungarn. Hon er gift til Magro, fyrstu árini nýtti hon navnið Cássia Kiss, seinni hevur hon broytt Kiss til Kis, og síðan 2010 hevur hon eisini brúkt eftirnavnið hjá manninum Magro, soleiðis at hon brúkar sítt veruliga navn: Cássia Kis Magro. Jeremy Renner. Jeremy Lee Renner (føddur 7. januar 1971 í Kalifornia) er ein amerikanskur filmsleikari. Josh Duhamel. Josh Duhamel (føddur 14. november 1972 í Kalifornia) er ein amerikanskur filmsleikari. Estelle Harris. Estelle Harris (fødd Nussbaum, fødd 4. apríl 1928) er ein amerikanskur sjónleikari og raddaleikari. Hon er mest kend fyri sín leiklut sum Estelle Costanza í "Seinfeld" frá 1992 til 1998, sum røddin hjá Mrs. Potato Head í "Toy Story" og sum Muriel í "The Suite Life of Zack & Cody". Wallace Shawn. Wallace Michael Shawn (føddur 12. november 1943) er amerikanskur sjónleikari, skemtari, leikritskrivari og sangari. Hann er best kendur fyri at spælat leiklutir sum Wally Shawn í "My Dinner with Andre" (1981), Vizzini í "The Princess Bride" (1987), fyri at leggja rødd til Rex in the "Toy Story" franchise, at leggja rødd til Gilbert Huph í "The Incredibles" (2004), og fyr at leggja rødd til Calico í ' (2010), tá hann avloysti Jon Lovitz. Hann hevur eisini spælt við í fleiri sjónvarpsrøðum, eitt nú "Gossip Girl" og Grand Nagus Zek í ' (1993–1999). Jim Varney. James Albert "Jim" Varney, Jr. (føddur 1949, deyður 10. februar 2000) var ein amerikanskur sjónleikari, skemtari, tónleikari, raddarleikari og rithøvundur. Hann gjørdist m.a. kendur fyri sín leiklut sum "Ernest P. Worrell", sum bleiv brúktur í nógvum sjónvarps lýsingarátøkum og filmum í nøkur ár, á tann hátt gjørdist Varney heimskendur. Hann gjørdist eisini kendur fyri sín leiklut sum Jed Clampett í 1993 films versjónini av "The Beverly Hillbillies". Varney hevur eisini lagt rødd til leikutoyshundin Slinky í animatiónsfilminum hjá Disney, sum eitur Toy Story. Ned Beatty. Nedward Thomas "Ned" Beatty (føddur 1937) var amerikanskur sjónleikari, ið hevur spælt við í meira enn 100 filmum og hevur verið tilnevndur eina Oscar, tvær Emmy, eina MTV Movie Award for Best Villain og eina Golden Globe-virðisløn; hevur vunnið eina Drama Desk virðisløn. Hesar tilnevningar komu orsakað av hansara framførslum í filmum og sjónvarpsrøðum sum "Network" (1976), "Friendly Fire" (1979), "Last Train Home" (1990), "Hear My Song" (1991), adaptation filminum "Cat on a Hot Tin Roof" (2004) og "Toy Story 3" (2010). Tom Hanks. Thomas Jeffrey "Tom" Hanks (føddur 9. juli 1956 í Concord, Kalifornia, USA) er amerikanskur sjónleikari, leikstjóri, filmsframleiðari og filmleikrithøvundur. Hann arbeiddi mest við sjónvarps og familjuskemtileikum áðrenn hann fekk sukse sum dramatiskur sjónleikari í fleiri leikltum sum gjørdist sera kendir, eitt nú sum "Andrew Beckett" í Philadelphia, høvuðsleiklutin í Forrest Gump, kaptein "John H. Miller" í Saving Private Ryan, og "Chuck Noland" í Cast Away. Hanks vann eina Oscar heiðursløn fyri besta mannliga leiklutin tvey ár í rað, fyri ávikavist Philadelphia, frá 1993 og fyri Forrest Gump frá 1994. Han er pápi sjónleikaran Colin Hanks. Tim Allen. Timothy Alan "Tim" Allen (føddur 1953) er amerikanskur sjónleikari og raddaleikari, sum eitt nú hevur lagt rødd til Buzz Lightyear í Toy Story animatiónsfilmunum. Joan Cusack. Joan Cusack (fødd 11. oktober 1962) er amerikanskur sjónleikari. Hon var fødd í New York City sum nummar tvey av fimm børnum. Hon vaks upp í Evanston, Illinois. Hon er blivin tilnevnd til Oscar-virðislønina fyri besta kvinnuliga hjáleiklutin, fyri leiklutir hennara í filmunum "Working Girl" og "In & Out", harafturat fekk hon eina Golden Globe tilnevning fyri sín leiklut í síðstnevnda filminum. Hon hevur spælt við í øðrum filmum sum t.d. "Addams Family Values", "Broadcast News", "Stars and Bars", "Married to the Mob", "Say Anything...", "Arlington Road", "Runaway Bride", "School of Rock", "Toy Story 2" og "Toy Story 3". John Ratzenberger. Jonathan Deszo "John" Ratzenberger (føddur 1947) er amerikanskur sjónleikari. Jon Lovitz. Jonathan M. "Jon" Lovitz (føddur 21. juli 1957 í Los Angeles, Kalifornia, USA) er ein amerikanskur sjónleikari og skemtari, sum er mest kendur fyri sín leiklut í "Saturday Night Live" frá 1985 til 1990 og fyri at leggja rødd til Jay Sherman í filminum "The Critic". Hann hevur eisini havt smærri leiklutir í filmum sum "The Wedding Singer" og "Little Nicky". Hann hevur eisini spælt við í sjónvarpsrøðum sum "Friends", "Seinfeld" og "Just Shoot Me". Hann hevur lagt rødd til gestafigurar í "The Simpsons". Hann hevur havt størri leiklutir í filmum sum "Rat Race" og "The Producers". Ron Perlman. Ronald N. "Ron" Perlman (føddur 13. apríl 1950) er ein amerikanskur sjónleikari og raddarleikari. Hann er m.a. kendur fyri at hava spælt Vincent í sjónvarpsrøðini Beauty and the Beast, sum hann vann eina Golden Globe virðisløn fyri. Brad Garrett. Bradley H. "Brad" Gerstenfield (føddur Bradley H. Gerstenfeld hin 14. apríl 1960) er amerikanskur sjónleikari, raddarleikari, skemtari og professionellur poker spælari. Hann hevur havt nógvar sjónvarps og film leiklutum og hevur lagt rødd til tekni- og animatiónsfilmar, eitt nú Garfield og Stuart Little. Rosie O'Donnell. Roseann "Rosie" O'Donnell (fødd 1962) er amerikanskur sjónleikari. Eric Freeman. Eric Freeman (føddur 1965) er amerikanskur fyrrverandi sjónleikari, sum er best kendur frá sínum leikluti sum "Ricky Caldwell" í filminum "Silent Night, Deadly Night Part 2" frá 1987. Universidad Austral. Høvuðsinngongdin til Austral universitetið gongu ígjøgnum botaniska havan. Universidad Austral de Chile í Kili varð sett á stovn 7. september 1956 og er ein lærdur háskúli í Concepción, Kili. Har ganga umleið 11.000 lesandi og 776 starvsfólk starvast har. UACh er eitt av teimum bestu universitetunum í Kili, tá ið hugsað varður um vísundaliga gransking. Tað var mett sum nummar tvey, næst eftir University of Chile (Universidad de Chile) tá mett varð eftir gransking, av "El Mercurio", og í 2008 var tað tað univeristetið ið móttók trið mest av stuðuli "Mecesup" frá stjórnini. Granskarar frá Universidad Austral hava eitt nú gjørt seg galdandi innan fornaldarfrøði, dentrokronologi, mjólkatøkni, innan Mapudungun málið, Palaeontologi og virologi. Granskararnir Mario Pino og Tom Dillehay leiddu útgravingarnar í Monte Verde, ið er ein av teimum elstu fornaldar støðunum í Amerika. Granskarar á Dendrochronology Laboratory of UACh hava eisini staðfest tað longsta dentrokronologiina í syðru heimsálvu, ið gongur 5666 ár aftur í tíðina. Rupert Everett. Rupert James Hector Everett (føddur 29. mai 1959) er enskur sjónleikari, leikari, sum leggur røddir til teknifilmar, sangari og rithøvundur. Hann fekk sítt gjøgnumbrot sum sjónleikari í 1981, tá hann spældi í sjónleikinum "Another Country", sum var framførdur í Greenwich Theatre og sum seinni bleiv spældur inn sum filmur. Hansara leiklutur var at spæla ein samkyndan skúladrong í 1930-unum. Everett er eisini í veruleikanum samkyndur, men varð tað ikki alment fyrr enn nøkur ár seinni. Síðan hevur hann spælt í fleiri filmum, m.a. "My Best Friend's Wedding", "An Ideal Husband", "The Next Best Thing" og í "Shrek" røðini, har hann legði rødd til Prince Charming. Einaferð mitt í 1980-unum royndi hann seg sum sangara og gav út eina plátu við popp sangum, sum bar heitið Generation Of Loneliness. Plátan gjørdist tó ikki nøkur sukse. Hann gav ikki nakað út sjálvur aftur, men hevur sungið backing rødd hjá Madonnu,vinkonu síni, í sangunum "American Pie" og "They Can't Take That Away from Me". Í 2001 sang hann saman við Robbie Williams í útgávuni "Swing When You're Winning". Í 1989 flutti hann til París, fyri at skriva skaldsøguna "Hello, Darling, Are You Working?". Tað var eftir at hann flutti til París, at hann "kom út úr skápinum" og viðurkendir alment, at hann var samkyndur. Í 1995 gav hann út enn eina skaldsøgu við heitinum "The Hairdressers of St. Tropez". Filmskarrieran gjørdist nógv betri seinast í 1990-árunum, tá hann vann heiðursløn fyri sín leiklut í filminum "My Best Friend's Wedding" (1997), har hann spældi leiklutin sum samkyndi vinurin hjá Juliu Roberts. Í 1999 spældi hann í leiklutin sum besti vinurin hjá Madonnu í filminum "The Next Best Thing" (tað var eisini í hesum filminum, at hann sang backing rødd í filmslagnum hjá Madonnu "American Pie". Síðan hevur Everett spælt fleiri leiklutir, sum nógv onnur høvdu ynskt at sloppi at spælt, og tað er meir enn so komið fyri, at hann hevur spælt høvuðsleiklutin. Í 1999 spældi hann eisini leiklutin sum tann óndi Sanford Scolex/Dr. Claw í Disney filminum Inspector Gadget við Matthew Broderick. Krákan (fjall). Krákan er navnið á lítlum tindi vestanvert Gráfelli í Eysturoy, sum er næsthægsta fjall í Føroyum. Krákan - stundum kallað Krákutindur - er 821 m høgur. Nick Nolte. Nicholas King "Nick" Nolte (føddur 8. februar 1941) er amerikanskur sjónleikari, leikari, sum leggur røddir til teknifilmar og skemtari. Hann hevur verið sjónleikari í fimm áratíggur, og spældi sínar bestu filmleiklutir í 1990-árunum. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut í "Cats & Dogs: The Revenge of Kitty Galore" sum Butch og fyri leiklutir í filmunum: "48 Hrs." (1982), "Cape Fear" (1991), "Afterglow" (1997), "Affliction" (1997), "The Good Thief" (2003), og "Warrior" (2011). Hann er blivin tilnevdur tríggjar Oscar, tvær ferðir fyri besta sjónleikara og einaferð fyri besta stuðlandi sjónleikara. Alec Baldwin. Alexander Rae "Alec" Baldwin III (føddur 3. apríl 1958) er ein amerikanskur sjónleikari, sum hevur framført á filmi, á palli og í sjónvarpi. Baldwin gjørdist fyrst kendur gjøgnum sjónvarpið, fyri hansara leiklutir í tveimum sesongum (6 og 7) av skemtirøðini (soap opera) "Knots Landing". Hann spældi leiklutin sum Joshua Rush. Hann hevur síðan spælt bæði høvuðs- og stuðlandi leiklutir í filmum sum "Beetlejuice" (1988), "The Hunt for Red October" (1990), "The Marrying Man" (1991), "The Shadow" (1994), "The Aviator" (2004) and "The Departed" (2006). Hansara framførsla í 2003 filminum "The Cooler" gav honum eina Oscar tilnevning í bólkinum Academy Award for Best Supporting Actor. Hann er tann elsti av Baldwin brøðrunum, sum starvast í Hollywood. Hann skrivar fyri "The Huffington Post". Neil Patrick Harris. Neil Patrick Harris (føddur 15. juni 1973) er amerikanskur sjónleikari, sangari, raddaleikari, framleiðari og gandakallur. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut í "Cats & Dogs: The Revenge of Kitty Galore" sum Lou, men best kendur man hann vera fyri sín leiklut í "Doogie Howser, M.D.", sum konufólkarevurin Barney Stinson í "How I Met Your Mother", ein íspunnin versjón av sær sjálvum í "Harold & Kumar" sjónvarpsrøðunum, og høvuðsleiklutin í musical-internetrøðini hjá Joss Whedon "Dr. Horrible's Sing-Along Blog". Hann hevur vunnið fleiri heiðurslønir. Í 2010 varð hann nevndur sum ein av 100 fólkum, sum høvdu mest ávirkan í tíðarritinum Time. og var heiðraður við einari stjørnu á Hollywood Walk of Fame í september 2011. Harris hevur eisini verið vertur í Tony Awards á Broadway í 2009, 2011, 2012 og 2013. Tobey Maguire. Tobias Vincent "Tobey" Maguire (føddur 27. juni 1975) er amerikanskur sjónleikari. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut í "Spider-Man" filminum sum Peter Parker. Andy Richter. Paul Andrew "Andy" Richer (føddur 1966) er amerikanskur sjónleikari, leikari, sum leggur røddir til teknifilmar og sum skemtari. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut í "Madagascar" sum Mort. Kevin Michael Richardson. Kevin Michael Richardson III (føddur 25. oktober, 1964) er amerikanskur sjónleikari og leikari, sum leggur røddir til teknifilmar. Hann er væl kendur fyri at leggja røddir til eina langa røð av tekni- og animatiónsfilmum og til videospøl síðan tíðliga í 1990-árunum. Hann er m.a. kendur fyri at leggja rødd til Tartarus í videospælinum "Halo 2", Robert Hawkins í "Static Shock" og sum Captain Gantu í "Lilo & Stitch". Sacha Baron Cohen. Sacha Noam Baron Cohen (føddur 13. oktober 1971) er enskur sjónleikari, raddaleikari, rithøvundur og skemtari. Hann er eitt nú kendur fyri at spæla leiklutir sum Ali G, Borat Sagdiyev, Brüno Gehard og Admiral General Aladeen. Hann er blivin tilnevndur Emmy virðislønina fleiri ferðir, einaferð tilnevndur ein Oscar og einaferð tilnevndur eina Golden Globe virðisløn fyri Besta Mannliga Sjónleikara fyri sín høvuðsleiklut í filminum Borat. Í 2013 móttók hann "BAFTA Charlie Chaplin Britannia Award for Excellence in Comedy". Cedric the Entertainer. Cedric Antonio Kyles betri kendur sum Cedric the Entertainer (føddur 24. apríl 1964) er amerikanskur sjónleikari, raddaleikari og skemtari. Hann var vertur fyri tólvtu sesongini av dagsendingini av Who Wants to Be a Millionaire í 2013-2014 sjónvarpssesongini. Hann er eisini kendur fyri at spæla leiklutin sum Eddi í Barbershop og Barbershop 2: Back in Business og fyri at spæla saman við Steve Harvey í skemtirøðini (WP sitcom) The Steve Harvey Show. Jeff Bennett. Jeffrey Glenn "Jeff" Bennett (føddur 2. oktober 1962) er amerikanskur leikari, sum leggur røddir til teknifilmar (voice actor). Hann er best kendur fyri at leggja rødd til Johnny Bravo í teknifilmsrøðini við sama navni og fyri at leggja rødd til Kowalski í Nickelodeon røðini "The Penguins of Madagascar". James Patrick Stuart. James Patrick Stuart (føddur 16. juni 1968) er amerikanskur sjónleikari. Hann hevur eitt nú spælt í fleiri spælifilmum sum t.d. Pretty Woman frá 1990. Hann hevur eisini spælt í fleiri sjónvarpsrøðum, eitt nú í í 8 pørtum frá 2003–2005. Harumframt hevur hann eisini lagt rødd til fleiri animatiónsfilmar sum t.d. The Penguins of Madagascar og til fleiri videospøl, eitt nú Call of Duty 2 og Diablo III. Larry the Cable Guy. Daniel Lawrence "Larry" Whitney (føddur 1963) er amerikanskur sjónleikari, leikari, sum leggur røddir til teknifilmar, country sangari og skemtari. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut í Pixar animeraða filminum "Cars" sum Mater (leggur rødd til). Christopher Knights. Christopher Knights er enskur raddaleikari. Hann er best kendur fyri sín leiklut sum Private the Penguin í "Madagascar". Bob Peterson. Robert "Bob" Peterson (føddur 18. januar 1961) er amerikanskur animatorur, filmsframleiðari, manuskripthøvundur og raddarleikari (leikari, sum leggur røddir til teknifilmar). Hann hevur m.a. animerað animatiónsfilmin Toy Story. Bob Peterson arbeiðir hjá Pixar Animation Studios. Paul Vogt. Paul C. Vogt (føddur 16. desember 1964 í Buffalo, New York) er ein amerikanskur sjónleikari og skemtari, sum er best kendur fyri at vera partur av skemtirøðunum "MADtv", "The Big Gay Sketch Show" og "The Rerun Show". Hann hevur eineggjaðan tvíburðabróður, Peter Allen Vogt, ið eisini hevur framført saman við honum eitt nú í "MADtv". Jeff Garlin. Jeffrey Todd "Jeff" Garlin (føddur 5. juni 1962) er amerikanskur sjónleikari, leikari, sum leggur røddir til teknifilmar og skemtari. Bonnie Hunt. Bonnie Lynne Hunt (fødd 22. september 1961) er amerikanskur sjónleikari, leikari, sum leggur røddir til teknifilmar, høvundur, filmsframleiðari, sjónvarpsvertur. Hon hevur m.a. spælt við í filmum sum "Rain Man", "Beethoven", "Beethoven's 2nd", "Jumanji", "Jerry Maguire", "The Green Mile", "Cheaper by the Dozen" og "Cheaper by the Dozen 2". Hunt hevur lagt rødd til eitt nú "A Bug's Life", "Monsters, Inc.", "Monsters University", "Toy Story 3", "Cars", og "Cars 2". Hunt hevur eisini spælt við í fleiri sjónvarpsrøðum, t.d. "Grand" og "Davis Rules". Harafturat hevur hon skapað, skrivað, framleitt og spælt í "The Building", "Bonnie", og "Life with Bonnie". Frá 2008 til 2010 var hon vertur í "The Bonnie Hunt Show". Kristen Schaal. Kristen Schaal (fødd í 1978) er ein amerikanskur sjónleikari, leikari, sum leggur røddir til teknifilmar, rithøvundur og skemtari. Hon er best kend fyri sín leiklut sum Mel í HBO røðini "Flight of the Conchords", sum Louise í "Bob's Burgers", sum Hazel Whassername í "30 Rock", og sum ein av luttakarunum í "The Daily Show". Jeremy Suarez. Jeremy Steven Suarez (føddur 6. juli 1990) er amerikanskur raddaleikari og sjónleikari. Í 1996 spældi hann sínar fyrstu leiklutir fyri "Jerry Maguire" sum sonur Rod Tidwell, Tyson, og sum ein lítil drongur í sesong 4 av "Sister, Sister". Hann legði rødd til Koda í tveimum Disney filmum, "Brother Bear" og "Brother Bear 2". Patrick Dempsey. Patrick Galen Dempsey (føddur 13. januar 1966) er amerikanskur sjónleikari, sum er kendur fyri sín leiklut sum nervaskurðlæknin Dr. Derek Shepherd ("McDreamy") í sjúkrahús dramarøðini "Grey's Anatomy." Áðrenn hann fór at spæla tann leiklutin, so hevði hann spælt við í fleiri sjónvarpsfilmum, og hann varð eisini tilnevndur eina Emmy Award (heiðursløn). Hann hevur eisini spælt í fleiri filmum, m.a. "Sweet Home Alabama", "Made of Honor", "Valentine's Day", "Flypaper", "Freedom Writers", og '. Terry Crews. Terrence Alan "Terry" Crews (føddur 30. juli, 1968) er amerikanskur sjónleikari, leikari, sum leggur røddir til teknifilmar og skemtari. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut í sjónvarpsrøðini "Are We There Yet?" sum Nick Kingston-Persons. Hann er fyrrverandi fótbóltsleikari. Patrícia Pillar. Patrícia Gadelha Pillar (fødd 11. januar 1964 í Brasília) er sjónleikari úr Brasil, sum hevur spælt við í spælifilmum og í sjónvarpsrøðum og harumframt hevur hon eisini framført á palli. Hon var gift við politikaranum Ciro Gomes frá Brasilska Sosialistaflokkurin. Tey byrjaðu at ganga saman í 2002, meðan hann enn var giftur við Patrícia Saboya, ið er núverandi Senator í Ceará, hetta elvdi til nakað av roki í miðlunum. Áðrenn tað var Pillar gift við MPB sangaranum og sangskrivaranum Zé Renato frá 1985 til 1995. Hon hevur móttikið eina røð av heiðurslønum fyri sítt virksemi sum sjónleikari. Grey DeLisle. Erin Grey Van Oosbree (fødd 24. august 1973), betri kend undir listanøvnunum Grey DeLisle og Grey Griffin er amerikanskur sjónleikari, raddaleikari, sangari, sangskrivari. Kari Wahlgren. Kari K. Wahlgren (fødd 13. juli 1977) er ein amerikanskur sjónleikari og raddaleikari, ið hevur lagt enska rødd til meira enn 100 teknifilmar, animatiónsfilmar og telduspøl. James Sie. James Sie (føddur 18. desember 1962) er amerikanskur sjónleikari, leikari, sum leggur røddir til teknifilmar og skemtari. Nicole Sullivan. Nicole Julianne Sullivan (fødd 21. apríl 1970) er amerikanskur sjónleikari, leikari, sum leggur røddir til teknifilmar og skemtari. Hon hevur m.a. lagt rødd til Marlene í røðini "The Penguins of Madagascar". Sullivan er best kend fyri hennara leiklut í seks sesingum (1995–2001) av skemtirøðini MADtv og í fimm sesongum (2001–2005, 2007) av CBS sendingini The King of Queens. Cheryl Hines. Cheryl Ruth Hines (fødd 21. september 1965) er amerikanskur sjónleikari og skemtari, sum m.a. er kend fyri sín leiklut sum kona Larry David, Cheryl, í filminum Curb Your Enthusiasm hjá HBO, har hon var tilnevnd tvær Emmy Awards. John Goodman. Jonathan Stephen "John" Goodman (føddur 20. juni 1952) er amerikanskur sjónleikari, sum hevur spælt á palli, í filmum og sjónvarpsrøðum, og raddaleikari (leikari, sum leggur røddir til teknifilmar, animatiónsfilmar, videospøl og líknandi). Hann er best kendur fyri sín leiklut sum Dan Conner í sjónvarpsrøðini "Roseanne" (1988–1997) sum hann vann eina Golden Globe Award fyri í bólkinum "Golden Globe Award for Best Actor – Television Series Musical or Comedy", tað var í 1993. Í 2001 legði hann rødd til "Sulley" í Disney/Pixar filminum "Monsters, Inc." Toshiro Mifune. Toshiro Mifune (føddur 1. apríl 1920 - deyður 24. desember 1997) er japanskur sjónleikari, sum hevur spælt í fleiri enn 170 filmum. Hann er serliga kendur fyri sín leiklut í filmum hjá Akira Kurosawa sum t.d. "Rashomon", "De syv samuraier" og "Yojimba". Í Vesturheiminum bleiv hann serliga væl kendur fyri sín stóra leiklut í sjónvarpsrøðini "Shogun" frá 1980. Kristina Elin Thomsen. Kristina Elin Thomsen (fødd 1998, úr Hvalba) er føroyskur svimjari, sum svimur fyri Susvim. Enn er hon ov ung at svimja fyri Føroyar, (hetta er skrivað í mai 2012). Í 2012 gjørdist hon føroyameistari (fyri vaksin) í 50 metrar firvald, í 200 metrum firvald og í 100 metrum firvald. FM 2013 í svimjing. Kristina Elin luttók á FM í svimjing 2013, har hon vann fleiri heiðursmerki og setti føroyskt juniormet í 200 firvald við tíðini 2:25.26 minuttir. 2012 - Setti føroysk senior met sum 13-ára gomul. Kristina Elin Thomsen hevur sett fýra føroysk senior met (sum sjálvandi eisini eru junior met) innan firvaldasvimjing. Á Ægirstevnuni í Klaksvík í februar 2012 setti hon met í 100 og 200 metrum firvald, og á Føroyameistarastevnuni í Havn í mai 2012 setti hon eisini met í 50 metrar firvald. Ársins svimjari og ársins stjørnuskot 2012. Eftir føroyameistarastevnuna 2012 í Havn varð Kristina Elin Thomsen kosin Ársins Stjørnuskot og Ársins Svimjari. Mick Wingert. Mick Wingert (føddur 1974) er amerikanskur sjónleikari, sum leggur røddir til teknifilmar og skemtari. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut í Pixar animeraða filminum "Kung Fu Panda" sum Master Po (leggur rødd til). Fred Tatasciore. Frederick "Fred" Tatasciore er amerikanskur sjónleikari, sum leggur røddir til teknifilmar og videospøl. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut í Pixar animeraða filminum "Kung Fu Panda" sum Master Shifu (leggur rødd til). Keith Ferguson. Keith James Ferguson (føddur 26. februar 1972) er amerikanskur raddaleikari, ið leggur røddir til teknifilmar. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut í Pixar animeraða filminum "Cars" sum Lightning McQueen (leggur rødd til). Owen Wilson. Owen Cunningham Wilson er amerikanskur sjónleikari, leikari, sum leggur røddir til teknifilmar og skemtari. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut í Pixar animeraða filminum "Cars" sum Lightning McQueen (leggur rødd til). Tay Zonday. Adam Nyerere Bahner (føddur 6. juli 1982), betri kendur sum Tay Zonday, er ein amerikanskur sjónleikari, sangari, tónleikari, raddarleikari, skemtari og YouTube persónligheit. Hann gjørdist serliga kendur fyri sangin Chocholate Rain, sum í løtuni (sep. 2012) er sæddur av 83 milliónum. Shane Dawson. Shane Dawson (føddur Shane Lee Yaw; 19. juli 1988) er ein amerikanskur YouTube-leikari, skemtari og tónleikari. Telma Hopkins. Telma Louise Hopkins (fødd 28. oktober 1948) er amerikanskur sjónleikari og sangari. Hon gjørdist kend, tá ið hon í 1970-árunum var limur í popp-tónleikabólkinum Tony Orlando and Dawn, ið hevði fleiri sangir ið lógu sum nummar eitt á hittlistum. Essence Atkins. Essence Uhura Atkins (fødd 1972) er amerikanskur sjónleikari og modell. Hon er mest kend fyri at spæla leiklutin sum Dee Dee Thorne í UPN sitcom "Half & Half" og sum Yvette Henderson on the The WB sitcom "Smart Guy". Hon hevur eisini spælt í sjónvarpsrøðini "Are We There Yet?" sum Suzanne Kingston-Persons. Í 2013 og 2014, spældi Atkins leiklutin sum "Kisha Davis" í filmunum í "A Haunted House" og "A Haunted House 2". Ice Cube. O'Shea Jackson (føddur 15. juni 1969) betri kendur við sínum kunstnaranavni Ice Cube er ein amerikanskur rappari, sjónleikari, tónleikaframleiðari, filmframleiðari, leikrithøvundur og leikstjóri. Hann byrjaði lívleiðina sum ein limur í hip-hop bólkinum C.I.A. og seinni gjørdist hann partur av N.W.A (Niggaz Wit Attitudes). Eftir at hann var givin í N.W.A í desember 1989 bygdi hann við hepni upp eina solokarrieru innan tónleik og eisini sum rithøvundur, leikstjóri, sjónleikari og framleiðari í biografum. Harafturat hevur hann verið ein av framleiðarunum av Showtime sjónvarpsrøðunum "Barbershop" og TBS røðunum "Are We There Yet?", ið báðar eru grundaðar á filmarnar, har ið hann spældi høvuðsleiklutin. Í juli 2014 hevur Ice Cube selt yvir 38 milliónir plátur í USA. Nia Long. Nia Talita Long (fødd 30. oktober 1970) er amerikanskur sjónleikari. Hon er mest kend fyri at spæla við í sjónvarpsrøðunum "The Fresh Prince of Bel-Air" og "Third Watch" og í filmunum "In Too Deep", "Boyz n the Hood", "Friday", "Boiler Room", "Soul Food", "Love Jones", "The Best Man", "Big Momma's House" og teimum eftirfylgjandi filmunum til teir báðir síðstnevndu. Foreldur hennara eru ættaði úr Trinidad og Grenada. Nia var bert tvey ára gomul tá ið foreldur hennara vóru skild. Fornavn hennara, Nia, er ein av teimum sjey døgunum í Kwanzaa (høgtíð, ið heiðrar afrikansku ættarbondini hjá afrikanskum-amerikanarum), og merkir endamál á Swahili. Charlie Murphy. Charles Quinton "Charlie" Murphy (føddur 1959) er amerikanskur sjónleikari. Gabriel Braga Nunes. Gabriel Braga Nunes (føddur 7. februar 1972 í São Paulo) er ein sjónleikari úr Brasil, ið er best kendur fyri at spæla í telenovela-filmum, serliga í "Essas Mulheres", "Cidadão Brasileiro", "Caminhos do Coração" og "Poder Paralelo". Hann spælir eisini við í "Insensato Coração" fyri TV Globo. Keesha Sharp. Keesha Ulricka Sharp (fødd 1973) er amerikanskur sjónleikari, ið er best kend fyri at spæla leiklutin sum Monica í sjónvarpsrøðini Girlfriends, ið var víst á UPN/The CW show, hon spældi leiklutin sum daman hjá William Dent (Reggie Hayes spældi sum William Dent). Hon fekk ein tilnevning fyri henda leiklutin: NAACP Image Award tilnevning fyri "Outstanding Supporting Actress in a Comedy Series". Sveinur Gaard Olsen. a> konsert í Legoland Billund í mai 2012 Sveinur Gaard Olsen (føddur 21. mai 1980 í Havn) er føroyskur sangari og tónleikari, trummusláari. Í 2012 luttók hann í vælumtóktu donsku sang talentkappingini hjá DR, sum nevnist X Factor. Sveinur gjørdist ein av teimum nýggju, sum slapp við í live sendingarnar, og hann var eisini ein av teimum trimum sum kom í finaluna. Sveinur hevði Cutfather sum mentor. Hini bæði sum komu í finaluna vóru tvær ungar gentur Ida og Line, sum høvdu Pernille Rosendahl til mentor. Triðið dómarin, Thomas Blackman, fekk ongan av sínum luttakarum í finaluna. Sveinur gjørdist nummar trý. Sveinur flutti niður til Danmarkar at búgva í 2010. Sveinur hevur áður spælt sum trummusláari og sungið kór og spælt onnur ljóðføri í føroyskum orkestrum, eitt nú í tónleikabólkinum Marius, sum vann innleiðandi kappingina í Føroyum Global Battle of the Bands, sum gav teimum møguleika at vera við í kappingini við sama navni í London. Marius gjørdist nummar 6 í altjóða kappingini í London í desember 2005. Móttøka í Havn. Vikuskiftið áðrenn X-Factor finaluna, varð skipað fyri móttøku fyri Sveini í Tórshavn, har hann kom við flogari til Føroya, síðan bleiv flogin við tyrluni til Havnar, har borgarstjórin Heðin Mortensen og onnur tóku ímóti. Síðan bleiv hann koyrdur runt í Havnini, m.a. heim til foreldur og familjuna. Síðan høvdu ymiskir fyrireikarar skipað fyri einari konsert í Norðurlandahúsinum, har eitt orkestur sum beiggi Sveinur stóð fyri, stóð klárt. Sveinur slapp so at syngja fyri teimum sum møtt vóru. DR fylgdi við á túrinum og sendi eitt brot, tá finalan so bleiv. Sveinur segði aftaná, at hann veruliga onki visti um hesar fyrireikingar. Hann slapp ikki at nýta fartelefon, meðan hann varð umborð á flogfarinum og í tyrluni, so alt var eitt væleydnað "surprice party" fyri Sveini. Tað var lýst á Portal.fo og á Facebook, meðan Sveinur var í luftini. Tað vóru Tórshavnar kommuna saman við Norðurlandahúsinum, Atlantic Airways og familjuni hjá Sveini, sum skipaðu fyri tiltakinum. Julius Vest Joensen. Julius Vest Joensen vesturi á Eiðinum í Vági, 2012. Julius Vest Joensen (føddur 1958) er formaður í FC Suðuroy. Julius er vágbingur, hann starvast sum kokkur umborð á Smyrli og hevur áður starvast í peningastovni. Hann hevur fyrr verið formaður í VB og gjørdist formaður í FC Suðuroy eftir aðalfundin í desember 2011. Julius spældi fótbólt við VB, tá hann var yngri. Saša Kolman. Saša Kolman (føddur 1. mai 1984) er ein slovenskur fótbóltsleikari, verjuleikari, sum í løtuni spælir við FC Suðuroy. Hann spældi sín fysta dyst í Føroyum fyri FC Suðuroy hin 24. mars 2012, tað var móti B36. Pól F. Joensen, fótbóltsvenjari. Pól Fríðrikur Joensen (føddur 1967) er føroyskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari, miðvallaleikari. Hann spældi við TB øll árini, tá hann var aktivur í føroyskum fótbólti. Hann hevur spælt ein dyst fyri føroyska A-landsliðið, tað var í 1990. Fótbóltsvenjari. Pól F. hevur tikið UEFA-A venjaraprógv og er venjari hjá U17 dreingjunum hjá Føroyum saman við Áka Johansen. Pól F. var eisini venjari hjá FC Suðuroy í 2011, tá besta mansliðið spældi í 1. deild og í 2012, tá teir spældi í Effodeildini. Tað gekk sera gott í 2011, liðið fekk 70 stig og gjørdist vinnari av 1. deild. Árið eftir í 2012 gekk heldur striltið at fáa stig, og eftir 9. umfar, tá FC Suðuroy bert hevði fingið tvey stig fyri tveir javnleikir og ongan dyst hevði vunnið, so valdi venjarin í samráð við nevndina at gevast sum venjari. Eliane Giardini. Eliane Teresinha Giardini (fødd 20. oktober 1952 í Sorocaba) er sjónleikari úr Brasil. Hon hevur fyrr verið gift við sjónleikaranum Paulo Betti, hon hevur tvær døtrar, Juliana og Mariana Betti, ið eisini eru sjónleikarinnur. Andréia Horta. Andréia Assis Horta (fødd 27. juli 1983 í Juiz de Fora) er sjónleikari úr Brasil. Mads Mikkelsen. Mads Dittmann Mikkelsen (føddur 22. november 1965) er ein danskur films og teatur sjónleikari. Í mai 2012 vann hann gylta pálman í Cannes fyri besta mannliga leiklutin, hann vann heiðurlønina fyri sín leiklut í filminum "Jagten". Mads er bróðir Lars Mikkelsen, sum eisini er sjónleikari. Apatosaurus. Brontosaurus, ella apatpsaurusen, sum hann ordiligt eitur, er tað størsta djórið, ið nakrantíð hevur verið til. Tað var nevnliga ein plantuetandi dinosaurur, ið livdi fyri umleið 150 milliónum árum síðan. Hann livdi á tí staðnum, sum vit í dag rópa fyri Wyoming, Colorado, Oklahoma og Utah. Granskarir eru komnir fram til, at tann langi hálsurin var ringur at flyta upp og niður. Í staðin flutti brontosaururin hálsin aftur og fram. Tá ið hann át, stóð hann stillur og flutti bara hálsin líka aftur og fram, meðan hann át. Brontosaururin át altso nógvan mat uttan at flyta seg serliga nógv. Mann heldur, at tað er ein av grundunum til, at hann var so stórur. Strutsur. Strutsurin er heimsins størsti livandi fuglur og livir bara í tí villa í Afrika. Sjálvt um fuglurin er ómetaliga stórur, so rennur hann mega skjótt. Hann renna heili 70 kilometrar um tíman. Strutsur kann ikki flúgva, so hann má leggja merkis til vandar í góðari tíð. Við tí langa hálsinum sær strutsurin sínar fíggindar. Strutsurin hevur eisini sera góð eygu og klárar at síggja okkurt, ið er á umleið 2,5 cm til støddar, 1,6 kilometrar burturi frá. Kroppurin er tungur — tyngri enn ein miðalmaður — hann orkar als ikki at flúgva. Men so mikið raskari er hann at renna. Beinini eru long og sterk; ilskógvurin er trútnaður upp til ein harðan vøl. Einar tveir favnar fetar hann í hvørt lopið, so ikki skjótasti hestur er mentur at elta hann, tá ið rásin ikki er heilt long. Hann livir á sandi og grasfløtum í Afrika og haðani nakað inn í Asia. Eggið vegur ½2nað kg, so nógv sum 24 høsnaregg. Steggin er kolsvartur við blóðreyðum hálsi, og hevur stórar hvítar dúnfjaðrar í veingjum og veli. Hesar glitrandi hvítu fjaðrarnar eru avbara vakrar og dýrar, og tí hevur strutsur frá gomlum døgum av verið nógv veiddur. Seinni fóru menn at hava nakrar tamar; tá ið tað ráddi um at koma ein veg í bræði, spentu teir ein fyri vogn ella settu seg upp á bakið á honum. So lærdu teir, at tað loysti seg væl at halda struts eftir fjøðrunum, og nú er strutsahald ein vinnuvegur í mongum londum. Ígulfiskur. Tað eru fleiri enn 120 sløg av ígulfiskum til í heiminum. Ígulfiskur (frøðiheiti "Tetraodontidae") blæsur seg sjálvan upp eins og ein ballón fyri at verja seg móti ránsdjórum. Ígulfiksur, sum er ein klombrutur svimjari, fyllur elastiska magan sín við sjógvi (og onkuntíð luft) og kann blása seg sjálvan so stóran, at hann verður fleri ferðirnar sína vanligu stødd. Summi sløg hava eisini píkar til ávaringar. Sjálvt um ein ránfiskur skuldi slúkt einum ígulfiski, so fer honum neyvan at dáma smakkin. Flestu ígulfiskar hava eitur, sum ger at teir smakka illa og sum kann drepa aðrar fiskar. Eitri kann eisini gera av við fólk. Tað er nokk av eitri í einum ígulfiski at drepa 30 vaksin fólk – og tað finst onki móteitur. Í Japan eita teir fugu og eru sera dýrt og leskiligt krás. Av tí at fiskurin er so eitrandi, verður hann tilgjørdur av serliga útbúðnum fugukokkum. Ger kokkurin eitt skeivt kut, kann tað føra til deyðan hjá einum sera óhepnum gesti. Flestu ígulfiskar liva í tropiskum og subtropiskum sjógvi. Teir hava langan, spískaðan kropp og kúlulíkt høvd. Summi sløg hava sterkar litir og blettir at vísa, at teir eru eitrandi, meðan onnur sløg hava veikari litir, sum gera, at teir fara í eitt við umhvørvið. Teir hava onga roðslu og hava vanliga grovt ella píkut skin. Øll ígulfiskasløgini hava fýra tenn, sum eru vaksnar saman til eitt nev. Ígulfiskur etur mest ryggleys djór og tara. Stórir ígulfiskar klára enntá at bróta skeljar og gággur við sínum harða nevi. Summi sløg av ígulfiskum eru hótt av dálking og ovfisking, men flestu stovnarnir hava tað gott. Ígulfiskur kann gerast ein metur langur. Maurice Tillet. Maurice Tillet (23. oktober 1903 – 4. september 1954) var ein sera klókur maður, hann var yrkjari og rithøvundur, og dugdi at tosa 14 ymisk mál. Hann gjørdist eisini glímari. Í 1944 fekk Maurice tignarheitið sum heimsmeistari frá Amerikanska Glímara Felagsskapinum (AWA). Hann nevndi seg "Serskøltatrøllið í ringinum", men í veruleikanum var hann betri kendur sum Franski Eingilin. Hetta eyknevnið fekk hann, tí hann sum barn, altíð bleiv kallaður eingil, tí hann hevði eitt so einglaligt andlit. Hann varð føddur í 1903 og tá ið hann var tannáringur, fekk hann staðfest, at hann hevði eina sjáldsama sjúku, sum verður nevnd "akromegali". Henda sjúkan ger, at kropspartir so sum til dømis nøs og panna vaksa meira enn tær eiga. Tí bleiv allur kroppur hansara misskaptur. Fobi. Talið 13 er kent sum eitt óeydnutal. Í spádómskortum verður 13 eisini rópt "deyði". Fobi er ein irritasjón, at hava eina stóra ræðslu fyri onkrum. Fobi er upprunaliga eitt grikskt orð og merkir ótti ella ræðsla. Flest fólk hava okkurt serstakt ting ella fleiri, tey bara ikki klára at síggja, hoyra ella føla. Tað verður rópt at hava fobi fyri onkrum. Tað eru yvir 1.000 ting, fólk hava fobi fyri. Tað kann vera næstan vera alt; tey kunnu vera bangin fyri at vaska sær, fyri trappum, eiturkoppum, bangin fyri klóvnum og mangt, mangt annað. Sport Club Corinthians Paulista. Corinthians er eitt Brasilsk fótbóltsfelag úr São Paulo. Felagið varð stovnað tann 1. september 1910. Í 2000 var Corinthians heimsins fyrsta fótbóltsfelag, sum vann FIFA heimsmeistaraheitið fyri fótbóltsfeløg. Kappingin varð hildin í Brasil tað árið. Tað besta felagið frá hvørjum kontinenti luttekur og kappast hvør móti øðrum. Útvortis ávísingar. C Menniskja. Hálvapur, apur, og menniskju eru øll primatar, men hava lagað seg til ymisk kor. Menniskjað (frøðiheiti: "homo sapiens sapiens") hoyrir upp í súgdýrabólkin, vit nevna primatar. Aðrir primatar eru mannapur og apur, og teimum líkjast vit mest. Menniskjað er bara eitt av teimum uml. 4000 hugtakandi súgdýrasløgunum á jørðini. Upphavið at apum og menniskjuni var proconsul, ein lítil primatur, sum livdi uppi í trøunum fyri 25 m.á.s. Eftirkomarar hansara lagaðu seg eftir umstøðunum. Nakrir hildu til í tropiskum regnskógum og vórðu til apur. Aðrir lagaðu seg til lívið á víðu grasfløtunum og gingu, sum australopithecus upprættir á tveimum beinum, og fingu tí nýtt framlimirnar til annað enn bara at ganga og styðja seg við. Sum tíðin leið, vórðu teir til menniskju. Barosaurus. Barosaurus var ógvuliga stórur dinosaurur, sum minti um giraff. Hann hevði langan háls og át av hægstu trækrúnunum, har hinir dinosaurarnir ikki rukku. Barosaurus livdi í flokki, helst tí at so fekk hann betur vart seg fyri sterkari og skjótari ránsdjórum. Westlothiana. Westlothiana, fyrsta skriðdýr, vit vita um, varð til miðskeiðis í koltíðini. Sum frá leið, vurpu skriðdýrini og klaktu eggini uppi í turrum, og vóru tey tískil fyrstu dýr, sum kundu liva uppi á landi ella ævi sína. Helst ótu tey skordýr, ið vóru lætt at taka. Skriðdýrini nørdust skjótt og trivust væl í turra veðurlagnum í permtíðini. Smilodon. Smilodon doyði út í pleistocenetíðini. Hesin svørðtenti køtturin var av glúpskastu ránsdýrum og livdi samstundis sum homidarnir. Tøkutenninar á honum vóru 15 cm. langar. Mangir vísindamenn halda, at homonidarnir hildu til í flokki at verja seg fyri ránsdýrum. Australopithecus, sum var lítil á vøksti, hevur helst verið lættur at søkja at og hevur kanska klivið upp í trøini at bjarga sær undan smilodon. Hyracotherium. Hyracotherium var fyrsta rossið og varð til seinast í paleocentíðini í Evropa og USA. Tað var sjáldsama lítið dýr, bara 25 cm. til hæddar, og gekk á fýra fótum, fýra tær vóru á hvørjum fóti. Tað helt til í tørrum kjarri og skógi og át bleytt leyv og urtir. Hyracotherium mentist til nútíðarrossið og tey sløg, sum eru skyld við tað, til dømis sebra. Lesley Gore. Lesley Gore (fødd Lesley Sue Goldstein, 2. mai 1946 - 16. februar 2015) var ein amerikonsk songkvinna. Gore bleiv fødd í Brooklyn í New York, men vaks upp í Tenafly í New Jersey. Kendasti sangur hennara má allarhelst vera "It's My Party", "You Don't Own Me" og "Sunshine, Lollipops, and Rainbows". Hon var samkynd og búði í New York City. José de Abreu. José Pereira de Abreu Júnior (føddur 24. mai 1944 í Santa Rita do Passa Quatro) er sjónleikari úr Brasil. Hann flutti til høvuðsstaðin sum 14-ára gamal. Seinni fór hann at lesa løgfrøði. Í 1967 spældi hann við í 3 sjónleikum, og árið eftir spældi hann í einum filmi, men síðan náddi hann ikki meira júst tá, tí hann varð noyddur til at rýma úr landinum og búði í útlegd í Evropa frá1968 til 1974. Orsøkin til at hann noyddist at fara í útlegd var, at hann hevði verið virkin politiskt á vinstravonginum. Abreu varð handtikin undir einum fundi hjá União Nacional dos Estudantes, ið hoyrdi til Ação Popular og stuðlaði Vanguarda Armada Revolucionária Palmares, ið var ein vinstrasinnaður bólkur, ið stríddist móti hernaðarstýrinum í landinum. Hann gjørdist eisini partur av hippie rørsluni hetta tíðarskeiði. Í 2011 spældi hann Milton í skemtirøðini Insensato Coração og í 2012, spældi hann Nilo í Avenida Brasil. Senegal. Tjóðveldið Senegal (alment franskt heiti "République du Sénégal") er eitt land í Vesturafrika. Í norðri hevur Senegal mark við Móritania, í eystri við Mali, og í suðri við Guinea-Bissau og Guinea. Gambia liggur inni í landinum. Landið er 94 % muslimskt. Fólkatalið var 12 969 606 við ársbyrjan 2012. Franskt er almenna málið í Senegal. Miðallívsævin í landinum er 60,18 og 60,7 % av fólkinum eru ikki lesifør. 14,5 % av fólkinum er arbeiðsleys. Høvuðsstaðurin eitur Dakar. Søga. Al-Hadj Umar (1797-1864) var lærdur muslimur úr Futa Toro, sum var miðskeiðis við Senegalá. Í Futa Jalon, tætt við kelduna, har Nigerá tekur við, fór hann upp í Tijaniyya-brøðrafelagsskapin og fór pílagrímsferð til Mekka í Saudiarábia. Hann var burtur í mong ár. Á veg heimaftur gav hann gætur eftir ábótunum, sum Mohammed Ali gjørdi í Egyptalandi, hóast evropear vóru ímóti tí. Í Sokoto kannaði hann frá 1821 til 1837 ávirkana av fulani jihad, ella heilaga krígnum, sum hevði verið stutt frammanundan. Í 1840 kom hann aftur til Futa Jalon sannførdur um, at hann átti at stovna sítt egna muslimska ríki. Við vápnum, hann keypti frá fronskum keypmonnum, sigraði hann á heidnum valdsharrum ímillum ovara part av Senegal. Síðan kom hann í bardaga við fraklendingar í Senegaldali, og í 1862 vann hann á Hamdallahi kalifatinum í Masina. Herdeildir hansara lupu so á Timbuktu, men har fingu tær harða mótstøðu, og í 1864 varð Al-Hadj Uman dripin. Politikkur. Senegal avtók deyðarevsing í 2004. Landafrøði. Lívligi høvuðsstaðurin í Senegal, Dakar, er bygdur á einum grýtutum nesi; nesið er vestasti landoddi í Afrika. Hesin týdningarmikli havnabýur var einaferð høvuðsstaður í Franska Vesturafrika, og har eru enn mong prýðilig hús úr hjálandatíðini. Á gøtunum í Dakar sæst nú á døgum stór armóð síð um síð við dýrar matstovur og nýggj gistingarhús. Búskapur. Senegal er ríkt land, borið saman við hini londini her um leiðir. Tað er mest tí, at høvuðsstaðurin í Franska Vesturafrika var her, og Senegal hevur enn nógv samband við Frakland. Stóra Senegalá hevur alstóran týdning fyri meginpartin av landinum. Tá ið áin veksur í regntíðini, taðar runan lendið, sum stendur undir í vatni, so at har fruktar ógvuliga væl. Vøkru sandstrendurnar við pálmatrøum hava gjørt, at ferðavinnan er vorðin týdningarmikil vinna. Tríggir fjórðingar av fólkinum í Senegal arbeiða í landbúnaðinum. Fyri norðan eru korn, til dømis hirsa, durra og jarðnøtir, týdningarmesta grøðin; jarðnøtir verða dyrkaðar til útflutnings. Fyri sunnan dyrka tey mest rís, tí at har er meiri avfall. Áður var nærum helvtin av allari búnaðarjørðini nýtt at dyrka jarðnøtir í, men nú er fiskur um at gerast størsta útflutningsvøran. Enn er vanligt, at útróðrarmenn fara til útróðrar í bátum, sum eru gjørdir úr holaðum viðarbulum. Hetta elligamla far verður nevnt piroga. Fólkið. Her eru mong fólksløg, til dømis woloffólkið og mandinkafólkið, og mangir fraklendingar búgva eisini her. Her eru eisini fleiri átrúnaðir - islam síð sum síð við afrikanskar átrúnaðir. Mentan. Í øldir hevur Senegal átt dýran og livandi mentanararv av mannamunni. Søguligar hendingar og tilburðir og frásagnir úr gerandislívinum eru borin ætt eftir ætt í frásøgnum, yrkingum og sangi. Í Senegal eru fólk, nevnd "griot", sum fara bygd úr bygd at syngja og siga frá. Eitt av mongu, gomlu ljóðførunum, leikt verður á, er til dømis kora. Navaho. Navajoiskt (á enskum "Navajo", á navajoiskum "Diné bizaad") er eitt av atabaskisku indiánaramálunum í USA. Tað hoyrir til nadene-málættina. Navaho er móðurmál hjá um 150.000 fólkum. Surinam. Tjóðveldið Surinam (niðurlendskt "Republiek Suriname") er eitt land í Suðuramerika. Landið æt fyrr "Niðurlendska Gujana". Bretar løgdu landið undir seg í 1650-árunum, men í 1667 lótu teir niðurlendingum tað í býti fyri oynna Nýamsterdam, nú Manhattan í New York. Surinam loysti frá Niðurlondum í 1975 og gjørdist frælst ríki. Einir 200 000 surinamar búgva og arbeiða í Niðurlondum, haðan senda teir ættfólkum sínum í heimlandinum pening at liva av. Høvuðsstaðurin í Surinam er tætt við strondina. Húsini og byggilistin og gøtunøvn sum til dømis "Konigstraat" bera boð um, at býurin hevur verið niðurlendskur. Flestu húsini eru av viði, eisini St. Pæturs- og St. Paulus-kirkja við sínum høgu spírum. Kirkjan varð bygd í 19. øld. Annaðhvørt fólk í Surinam býr í Parimaribo. Móritania. Tað Islamska Lýðveldið Móritania (arábiskt لجمهورية الإسلامية الموريتانية) er eitt stórt land í Vesturafrika. Móritania er meiri enn tvær ferðir so stór sum Spania, men har búgva færri fólk enn í Madrid. Tað er tí eitt av strálbygdastu londunum í heiminum. Seinastu árini er nógv fólk flutt av bygd at arbeiða í býunum, og fólkatalið í høvuðsstaðnum Nouakchott er vaksið úr 20 000 upp í 900 000 síðan 1960. Turkur er stórt vandamál í hesum parti í Vesturafrika. Landafrøði. Tveir triðingar av Móritania eru í Sahara, og bara lendið fram við Senegal er nýtiligt sum landbúnaðarjørð. Lendið har ímillum er oyðimarkarkent, nevnt Sahel, tað er beiti hjá flakkfólki. Her er javnan turkur, og jarðartýningin er stór og versnar alsamt, tí at fólkið høggur tey fáu trøini, ið eru, til brenni, og neytafylgini rótbíta, so at svørðurin losnar. Tí breiðir oyðimørkin seg skjótt suðureftir. Búskapur. Námsvinna er týdningarmikil vinna, tí at nógv gull, fosfat, kopar og onnur steinsløg eru í Móritania. Fiskiskip úr øllum londum í heiminum fiska við strendurnar í Móritania, har nakrir av bestu fiskigrunnum í Vesturafrika eru. Ásett er við lóg, at allur fiskur, ið verður veiddur í móritanskum sjógvi, skal verða avreiddur og virkaður í Móritania, áðrenn hann verður fluttur út. Men framtíðarútlitini fyri fiskivinnuni eru óviss, tí at stór nóta- og trolskip trároyna fiskastovnarnar. Fólkið. Máttmesta fólkið í landinum og tey, ið hava politiska valdið, eru arábisku mórarnir fyri norðan, men svarta fólkið fyri sunnan er hart ímóti at standa undir teimum. Lima Duarte. Ariclenes Venâncio Martins (føddur 29. mars 1930 í Sacramento) er sjónleikari úr Brasil. Sosialistisk Ung. Sosialistisk Ung (stytting SU) er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum. Ungmannafelagið varð stovnað í 1965 og æt tá Sosialistiskt Ungmannafelag. Í 2009 varð SU endurstovnað, og navnið varð broytt til Sosialistiskur Ungdómur, og í 2010 varð navnið broytt til núverandi navnið Sosialistisk Ung. SU er grundað á somu grundvirðir sum Javnaðarflokkurin, men er tó óheft av flokkinum. Hetta sæst m.a. við, at Sosialistisk Ung hava tikið støðu til summi etisk mál, ið Javnaðarflokkurin ikki hevur við í síni stevnuskrá, eitt nú innan LGBT rættindi. Systurfeløgini hjá SU í hinum Norðurlondunum. SU er limafelag í International Union of Socialist Youth (IUSY), ið er altjóða felag fyri sosialdemokratisk ungmannafeløg. Nevndirnar. Í árliga aðalfundin hjá SU, 10. septembur 2016, vórðu lokalfeløgini SU Suður, SU Mið og SU Norð formelt sett á stovn. Eisini var avgjørt, at upprunaliga nevndin í SU skuldi gerast landsnevnd og aðalfundurin broytast til landsfund. Landsnevndin er mannað sum fimm manna nevnd við forkvinnu/manni, næstforkvinnu/manni, skrivara, kassameistara og einum eykalimi. Eisini eru tveir tiltakslimir og eitt umboð úr hvørjum lokalfelagi. Nevndin í SU Suður hevur enn ikki skipað seg, men Manne Næs Mortansson er formaður í Nevndini. SU er einasta føroyska ungmannafelagið, ið hevur eina útisetanevnd. Nevndin hittist til fund umleið fjúrtanda hvønn dag. Shanghai Cooperation Organisation. Shanghai Cooperation Organisation (stytting: SCO) er ein felagsskapur, stovnaður í 2001. Shanghai Cooperation Organisation eitur klubburin av londum, sum hava tað til felags, at tey ikki vilja hava USA við til borðs. Teir seks limirnir í SCO eru Kina, Russland, Usbekistan, Tadjikistan og Kirgisia. Søguliga sæð hevur sam­bandið millum Russ­land og Kina altíð verið merkt av harðari kapping, sum var í hæddini undir Kalda krígnum, og nú eru russar vorðnir sera medvitandi um skjóta skiftið í vald­sbýtinum landanna millum - Kina er nú so nógvar ferðir ríkari enn Russland. Ein sera týðandi lutur í viðurskiftunum teirra mill­um er vantandi førleikin hjá pørtunum at koma til eina semju um gass. Øðru­megin er eigarin Russland, ið er heimsins størsti fram­leiðari av gassi, hinumegin Kina, sum er heimsins størsti og svangasti brúkari, og sum vil hava hendur á meira gassi. Russland er eisini ikki fegið um ætlanirnar hjá Barack Obama um at hava rakettverjustøðir í Pólland og Eysturevropa, sum skulu verja móti álop­um úr Iran, og Kina er eiheldur fegið um rakett­verjuskjøldrið, hóast stúr­anin ikki er tann sama. Kina vendir í hesum sam­bandi peikifingurin móti amerikansku rakett­verju­skipanini í ásiatiska partinum av Kyrrahavsøkinum. David Kelly. David Kelly (* 11 juli 1929 í Dublin í Írlandi – † 12 ella 13 februar 2012 í Dublin) var ein Írskur sjónleikari. Hann doyði eftir stutta sjúkralegu í februar 2012. David var eitt eyðkent andlit í írskum filmum og gjørdist heimskendur tá hann var við í einum parti av 'Fawlty Towers'. Dudu Azevedo. Carlos Eduardo Cardoso de Azevedo (føddur 7. januar 1978 í Rio de Janeiro) er sjónleikari og tónleikari úr Brasil. Hann hevur spælt við í filmum og sjónvarpsrøðum. Hann er limur í orkestrinum Redtrip. Hann spældi ein av høvuðsleiklutinum í filminum Podecrer! í 2007. Pól Sundskarð. Pól Sundskarð (føddur 1957) er føroyskur rennari úr Klaksvík. Hann vann DM í sínum aldursbólki 55-59 ár í 24-tíma renning á Bornholm 9. juni 2012. Hann rann 181 km á teir 24 tímarnar. Tá hann kom heim aftur til Føroya varð móttøka fyri honum á Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík, har m.a. Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri, helt røðu fyri honum. Pól byrjaði av álvara at renna í 2004. Longu í 2005 vann hann sítt fyrsta heiðursmerki, tað var í februar 2005 tá hann bleiv nummar tvey í veteranbólkinum í FM í crossrenning á Toftum. Hann gjørdist eisini nummar tvey, tá hann rann til Flaggdagsrenningina í Havn sama ár. Hann vann FM í bæði 10km, ½-marathon og maraton í 2005. Í 2006 endurvann hann FM í marathon og silvur í ½-marathon. Somu úrslit fekk hann í 2007. Árið 2008 brúkti hann uppá at fyrireika seg til ein nógv longri tein enn Marathon. Í 2009 rann hann 100 km á Bornholm, hann gjøgnumførdi teinin uppá góðar 10 tímar. Í 2010 gjøgnumførdi Pól 7 marathon í 6 dagar. Pól er limur í rennifelagnum Treysti í Klaksvík. Hann starvast sum søluráðgevi hjá trygdarfyritøkuni Ansni. 13. desember 2013 rann hann 118 km úr Gásadali til Viðareiðis, hann rann um náttina, veðrið var ikki til vildar, men hann gjøgnumførdi túrin. Næstu tveir dagarnar eftir túrin herjaðu tvær ódnir í Føroyum. 27. september 2014 luttók Pól eins og árið fyri í Sparthlaton í Grikkalandi. Í 2013 noyddist hann at gevast eftir at hava runnið 80 km, hitin lá tá yvir 30 gradir. Men í 2014 gjørnumførdi hann. Hann rann tann 246,8 kilometur langa teinin á 35 tímar og 21 minuttir, sum var undir kravtíðina, sum er 36 tímar. Renningin byrjaði í Athen kl. 5 um morgunin og endaði í Sparta. Konan syrgdi fyri at hann hevði 75 depotir liggjandi ymsastaðni á rutuni. Treysti. Ítróttafelagið Treysti er eitt føroyskt rennifelag við heimstaði í Klaksvík. Tveir av bestu rennarunum hjá felagnum í løtuni (2013) eru Marnar Djurhuus, sum hevur vunnið fleiri danmarksmeistaraheiti, FM-heiti, bronsu á Oyggjaleikum og bronsu í altjóða kapping í Reykjavík og Rebekka Fuglø, sum eitt nú hevur vunnið junior DM í 800 m og 1500 metrum bæði innan- og uttandura í 2011. Marnar og Rebekka gjørdust føroyameistarar í Cross renning 2011. Søga. Felagið varð stovnað í KÍ høllini 17. august 1993. Tað vóru Jonhard Larsen (1966), Rani Nolsøe (1959) og Páll Sólstein (1964) úr Klaksvík og Guttorm Sørensen (1968) úr Hvannasundi, sum tóku stig til at stovna rennifelagið. Felagið var tó ikki so aktivt tey fyrstu árini, og í 1998 varð stovnandið eykaaðalfundur. Tá varð ein nevnd vald: Thorleif Eyðun Petersen (formaður), Guttorm Sørensen (næstformaður), Rani Nolsøe (skrivari) og Søren Olsen (tiltakslimur). Hin 23. apríl 2006 skipaði felagið fyri renning ígjøgnum Norðoyastunnilin, hetta var fáir dagar áðrenn undirsjóvartunnilin læt upp alment fyri ferðslu 26. apríl 2006. Metstór luttøka bleiv til hesa renning, heili 3250 boðaðu frá luttøku. Í 2007 fekk Treysti nýggj hølir í nýggju badmintonhøllini í Klaksvík. Súsanna Skylv Sørensen. Súsanna Skylv Sørensen (fødd í 1979) er føroysk ítróttakvinna. Hon íðkar m.a. triatlon, duatlon, renning, rógving og súkkling. Hon vann FM í triatlon í 2008; svomið varð 1500 metrar, súkklað 40 kilometrar og runnið 10 kilometrar. Hon gjørdist danmarksmeistari í DM lang triatlon í 2009. Tað hendi tað løgna, at tey, sum skipaðu fyri kappingini, ikki vóru klár yvir, at Súsanna hevði danskt pass, og tí kundi luttaka í DM kappingini; ein onnur, sum var eitt minutt seinni enn Súsanna, hevði í eini samrøðu við onkran fjølmiðil, tá tey funnu útav, at Súsanna hevði danskt pass og tí var vinnari av kappingini. Í 2006 rói Súsanna 2000 metrar inniróður fyri Róðrarfelagið Knørrur, har hon kappaðist við Katrina Olsen. Katrin vann við tíðini 7:21.3, Súsanna gjørdist nummar tvey við tíðini 7:31.5. Í 2007 luttók hon í Scandinavian Open rógvikapping,hon gjørdist nr. 3 av 5 við tíðini 7:18.2, hon vann sostatt bronsu. Oyggjaleikir 2009. Í 2009 luttók Súsanna í Oyggjaleikunum á Álandi. Hon rann 10.000 metrar og vann silvur við tíðini 37.59.33. Hon rann eisini hálvt maraton, har gjørdist hon nummar 5. Oyggjaleikir 2019. Í juli 2019 luttók hon á Oyggjaleikunum í Gibraltar. Fyrsta kappingardagin hevði hon vunnið gull í triatlon. Hetta var fyrsta føroyska gullmerkið á oyggjaleikunum 2019. Frælsur ítróttur á Oyggjaleikunum 2009. Frælsur ítróttur var kappast í á XIII Oyggjaleikunum 2009 á Álandi, (Finland), í døgunum 27. juli til 4. juli 2009. Í hesum 13. leikunum vóru tað 25 oyggjasamfeløg, ið kappaðust í 15 ymiskum ítróttargreinum. Stórá (Hvalvík og Streymnes). Stórá er ein á. Gongubrúgv er gjørd um Stórá, ið rennur oman millum bygdirnar Hvalvík og Streymnes. Brúgvin er gjørd í samráð við bygdafólkið, sum longi hevur ynskt at fríðka um umhvørvið fram við ánni. Ætlanin er at leggja gongurgøtur til brúnna og møguliga fram við áarbakkanum. Umsjónarmenn hjá kommununi hava smíðað brúnna. Nú hetta arbeiðið er liðugt, fara fólk at leggja gongugøturnar. Væntandi verða ljós síðani sett upp fram við gøtunum. Tá alt arbeiðið er liðugt, verður økið eitt satt prýði, har fólk kunnu ganga sær ein góðan spakingartúr og njóta vakurleikan í hesi serstøku náttúruni millum báðar bygdirnar, har kirkjan og viðalundin eisini eru. Dole, Jura. Dole er ein býur og kommuna í Fraklandi. Býurin liggur í landslutinum Jura í regiónini Franche-Comté í eystara parti av Fraklandi. Í 2011 búðu gott 24.000 fólk í kommununi. Býurin liggur við ánna Doubs. Filmurin "Happiness Is in the Field" frá 1995 varð tikin upp í býnum. Jean-Maris Sermier er borgarstjóri í kommununi frá 2014 til 2020. Louis Pasteur varð føddur í Dole, Jura í 1822 og búði har tey fyrstu fimm árini av lívi sínum. Chris Pine. Chris Pine (føddur 26. august 1980 í Los Angeles) er ein amerikanskur filmsleikari. Hann er kendastur fyri at spæla leiklutin sum James T. Kirk í 2009 filminum "Star Trek", og tann fylgjandi filmurin, "Star Trek Into Darkness" (2013), og hevur eisini spælt í filmum sum: ' (2004), "Just My Luck" (2006), "Smokin' Aces" (2007), "Unstoppable" (2010), "This Means War" (2012), "Rise of the Guardians" (2012), "Horrible Bosses 2" (2014) og sum Jack Ryan í ' (2014). Lønsemi. Lønsemi er eitt búskaparligt heiti. Lønsemi er eitt mát fyri hvussu stórt avkast ein fyritøka hevur av ávísari tilfeingisnýtslu. Hetta tilfeingi kann vera kapitalur, arbeiði ella vitan (know-how). Framleidni. Framleidni er eitt búskaparligt hugtak. Framleidni er eitt mát fyri hvussu stórt framleiðsluúrslitið er í mun til framleiðsluavrikið. Nógvir ymiskir hættir eru at rokna út framledni. Arbeiðsframleidni fyri eitt land (ella ein geira), verður roknað sum lutfallið millum BTÚ fyri landið (ella geiran) og talið av fulltíðarstørvum í landinum (ella geiranum). Taylor Lautner. Taylor Lautner (føddur 11. februar 1992 í Grand Rapids) er ein amerikanskur filmsleikari. Siligo. Siligo er ein bygd og kommuna í Logudoro regiónini, í Sassari provinsinum á oynni Sardinia í Italia. Sardinia er næststørsta oyggj í Miðjarhavinum. Siligo liggur 160 kilometrar norðanfyri Kagliari og umleið 25 kilometrar í ein landssynning Sassari. Í Siligo búgva knapt 1000 fólk. Siligo hevur mark við hesar kommunur: Ardara, Banari, Bessude, Bonnanaro, Codrongianos, Florinas, Mores og Ploaghe. Borðvín. Borðvín (eitur "Vin de table" í Fraklandi, "Vino da tavola" í Italia og "Vino de mesa" í Spania) hevur vanliga eitt alkoholinnihald ímillum 8,5 % og 15 % prosent. Innan borðvín finna vit reyðvín, hvítvín og rosévín. Reyðvín. Reyðvín er gjørt av bláum drúvum og fær sín lit frá drúvuskalinum. Liturin spennur frá einum ljósum reyðum liti til ein myrkan svart-violettan lit. Reyðvín inniheldur sum oftast tannin/garvsevju, sum stavar frá víndrúvukjarnunum. Smakkurin er næstan altíð turrur. Hvítvín. Hvítvín er í allarflestu førum gjørt av grønum drúvum. Tað kann tó eisini verða framleitt av bláum drúvum, um drúvuskalið verður tikið frá sevjuni tíðliga í framleiðsluni. Liturin kann verða alt frá heilt ljósum til myrkan gulgyltan lit. Smakkurin er sum oftast turrur, men kann tó spenna frá heilt turrum til søtt. Rosévín. Rosévín er gjørt av bláum drúvum. Eyðkendi ljósareyði liturin kemur av, at skalið ikki liggur leingi í sevjuni. Liturin kann verða frá ljósum laksaliti og til ein kláran reyðan lit. Smakkurin er næstan altíð turrur ella hálvturrur. Verða framleidd í flest øllum vínframleiðandi londum. Rósuvín er gjørt úr drúvum, sum verða nýttar til at framleiða reyðvín, har skalið verður tikið frá undir geringini, tá ið víni hevur fingið tann lit sum tað skal hava, og ikki blandað saman av reyðvíni og hvítvíni, sum nógv kanska halda. Rósuvín skulu helst borðreiðast køld, umleið 8-12°C, og hóska væl til lættar kjøtrættir, salat, fisk, fiskasúpan ella sum eitt glas í heitum summarveðri. Heitvín. Heitvín hevur eitt hægri alkoholinnihald enn vanlig borðvín. Hetta kemst av, at alkohol verður blandað uppí undir ella eftir geringina. Alkoholinnihaldið er vanliga millum 17 og 21 rúmprosent. Heitvín skal vera meira enn 14 %, og um tað er sterkari enn 22 %, er tað spiritus. Dessertvín eru so at siga altíð heitvín og eru aloftast søt, men tú kanst eisini finna heitvín, sum eru turr. Portvín. Portvín er kanska tað mest kenda heitvínið í heiminum. Tað kemur úr Dourodalinum, norðalaga í Portugal. Tað verða gjørd bæði reyð og hvít portvín og tey fáast úr turrum til søt. Tað eru tvey høvuðssløg av portvíni: Wood Port og Vintage Port. Wood Port er ruby, tawny og hvítt portvín. Vintage port er árgangsportvín. Tað eru eisini ymisk sløg av portvíni. Ruby port er ungt, fruktkent og søtt. Tawny er lagrað, og er lættari og meira gulbrúnt. White er gjørt av hvítum drúum og fæst sum søtt og turt. Late Bottled er portvín, sum er lagrað 4-5 ár í eikiføtum. Síðani verður tað koyrt í fløskur, og búnast ikki víðari. Vintage Port er árgangs portvín, sum bert verður framleitt í góðum árum. Tað verður lagrað í 2-3 ár, áðrenn tað verður koyrt í fløskur, har tað búnast í nógv ár, 15 - 20 - 25 ár. Reytt portvín skal borðreiðast við 14-18°C – hvítt við 8-10°C. Eindrúvuvín. Eindrúvuvín er framleitt av einum høvuðs drúvuslagi og lítlari nøgd av øðrum drúvusløgum. Tað er eitt sindur ymiskt hvussu stórur partur av høvuðsdrúvuni skal vera í víninum, fyri at vínið kann kallast eitt eindrúvuvín, men ein tummilsregla sigur umleið 75 % - 90 %. Flestu amerikonsku vínini eru eindrúvuvín. Her kunnu nevnast Cabernet Sauvignon og Chardonnay. Eindrúvuvín í Fraklandi eru í Bordeaux og Bourgogne. Brúsandi vín. Brúsandi vín (ella mousserandi vín) er brúsandi við bløðrum av kolsýru. Kolsýran kann koma náttúrliga í framleiðsluni, men hon kann eisini verða latin í seinni, eins og við sodavatni. Mest kenda mousserandi vínið er Champagne, sum er úr økinum við sama navni í Fraklandi. Aðrastaðni í Fraklandi eitur hetta vín "Crémant", í Italia "Spumante", í Týsklandi "Sekt" ella "Schaumwein", í Spania "Cava". Í m.a. USA, Suðurafrika og Avstralia verða tey nevnd "Sparkling wine". Tað var uppfunnið av munkinum Dom Perignon í 1800-talinum. Brúsandi vín eru vanliga hvít, men kunnu eisini vera rosélitt. Smakkurin er oftast turrur, men kann eisini vera hálvturrur ella søtur. Brúsandi vín verða framleidd í flest øllum vínframleiðandi londum. Madeiravín. Madeiravín kemur frá tí portugisisku oynni við sama navni. Vínið fær sítt sermerkta brenda eyðkenni av, at tað verður lagrað við umleið 50°C í minimum 90 dagar. Madeira verður ikki drukkið eins nógv og portvín og sjerri, men tað hevur tann fyrimun, at tað heldur sær longri, aftaná at fløskan er latin upp. Madeira fæst frá turrum til søtt, alt treytað av innihaldinum av sukri, ið liggur úr 2 % - 10 %. Sjampanja. Sjampanja kemur úr økinum Champagne, ið liggur 145 km í ein landnyrðing úr París. Einki annað øki í heiminum hevur loyvi at kalla síni brúsandi vín fyri "champagne". Framleiðslan av sjampanju fer fram á henda hátt: Fyrst verður vanligt borðvín framleitt, og síðan verður sukur og ger latið í. Onnur gering fer nú fram í fløskunum, ið liggja á goymslu í minsta lagi 9 mánaðir. Eftir hesa goymslu, verða fløskurnar lagdar við hálsinum niðureftir í nakrar træbukkar við holum í, kallaðir "pupîtres", ið ger, at botnfallið rennur niður í fløskuhálsin. Hálsurin verður førdur niður í eina frostvesku, ið er minus 20 °C, so at botnfallið gerst til ein propp, ið verður tikin burturúr. Síðan verður sukur latið í, alt eftir, hvat slag av sjampanju framleidd verður. Einastu drúurnar, ið loyvdar eru at nýta í Champagne, eru Pinot Noir og Pinot Meunier, ið eru reyðar drúvur, og Chardonnay ið er ein hvít drúva. Ginn. Ginn stavar frá franska orðinum fyri Einiber, "Geniévre". Men hóast navnið er franskt, so hevur Ginn sín uppruna í Hollandi. Ein lækni úr Hollandi nýtti í 16. øld alkohol blandað við einiberum sum heilivág. Einiber er altíð at finna í ginn, men onkrir framleiðarir lata harumframt eisini korianderfrø, lakres og kardemummu í løgin. Ginn er ein hjáframleiðsla, tá whisky verður destillerað. Seinasti parturin av whiskydestillatinum hevur ov lágt alkoholprosent at verða nýtt til whisky, og tí verður tað í staðin nýtt til ginn. Ginn verður oftast nýtt í apertif drinkum, so sum Gin og Tonic, Dry Martini og Tom Collins – men eisini í cocktails, har tað gevur ein sermerktan smakk. Ginn verður framleitt úr spritti, sum kann vera gjørt úr korni, eplum, majs o.líkn. Sprittið verður síðani kryddað við baraldi, sum setu sín dám á bæði anga og smakk. Men eisini onnur kryddarí verða koyrd í. Síðani veðrur hetta dropadrivið til ginn. Styrkin liggur ímillum 37,5 % og 47,3 %. Ginn verður eins og vodka nýtt til ymiskar drykkir. Konjak. Konjak er franskt brennivín frá umráðnum Cognac. Økið liggur beint norðanfyri Bordeaux, umleið 100 000 ha. til støddar, og er býtt í 6 smærri øki. Stutt sagt er tað eitt destillerað hvítvín, sum síðani er goymt í føtum av eikitræ. Til framleiðsluna av konjak verður drúvan "Ugni Blanc" brúkt. Hendan drúvan gevur eitt vín við lágum alkoholprosenti á umleið 8 %. Destillatið verður síðani goymt í fleiri ár. Destillatið endar síðani við at hava eitt alkoholprosent á umleið 40 % - 43 %. Fyri at tað skal fáa júst rætta smakkin, verður destillatið ofta blandað við fleiri øðrum destillatum. Eftir at tað er blandað, skal tað hvíla millum 6 mánaðir og 2 ár, og síðani verður tað latið á fløskur. Cognac verður býtt upp í trý. Very Superior merkir, at konjakið er goymt í minsta lagið 2 ár og mesta lagið 4 ár. Very Superior Old Pale er goymt í minsta lagið 4 ár. Extra Old er goymt í minst 6 ár. Konjak er hvítvín, sum 2 ferðir er dropadrivið úr serligum drúvum og búnast síðani í nøkur ár á eikifati, minst 2 ár, men sum oftast verður tað goymt longri. Tað eru ymisk sløg og dygdir av konjakki. Trýstjørnað og V.S. er tað unga, minst 2 ½ ár. V.O. og V.S.O.P. er minst 4½ ár. X.O. er minst 10 ár. Summi hús blanda upp til 50 ára gamalt lagrað konjak í teirra X.O. Stendur Fine Champagne á fløskuni, merkir tað, at tað kemur úr teimum innastu og bestu økjunum í Cognac. Styrkin er 40 %. Whisky. Whisky er eitt kornbrennivín, sum verður framleitt í fleiri londum. Men Skotland man vera tað landið, sum er kendast fyri sítt whisky. Er drykkurin úr USA, verður hann nevndur og skrivaður Bourbon, Rye whiskey, Tennessee whiskey ella Blended whiskey, og er drykkurin írskur siga og skriva vit Whiskey, ímeðan í Skotlandi og alla aðrastaðir er navnið Whisky. Nøvnini eru vard og ymiskar lógir og treytir eru ásettar fyri nær, hvørt heiti kann prentast á etikettu. Umframt skotar framleiða eisini írar, amerikmenn, walisarar, kanadiarar, sviar, japanar, fraklendigar, indarar, pakistanar og avstraliarar whisky. Kendastu framleiðararnir eru tó skotar, og fara vit í hesum faldaranum at leggja dent á skotskt whisky. Vit skilja millum maltwhisky, sum er gjørt av maltaum byggi, og grainwhisky har majs er ráevni. Meginparturin av tí skotska whiskyinum verður lagrað, og er ein blandingur (blend) av maltwhisky og grainwhisky. Skotsk whisky hevur ein eyðkendan royksmakk, sum er treytaður av mongdini av maltaða bygginum, sum er turkað yvir brennandi torvi. Tað írska, kanadiska og amerikanska whiskyið hevur ikki henda royksmakk. Fyri at runda smakkin eitt sindur av, verður alt whisky lagrað í eikiføtum í nøkur ár. Er ikki annað viðmerkt, er styrkin 40 %. Framleiðsluhátturin. Stutt sagt, kann man siga, at whisky verður framleitt av korni, bygg, rug, hveiti ella mais, sum verður gerað og síðan dropadrivið. Malt whisky er gjørt úr bygg. Skotskt whisky. Skotskt whisky var einaferð næstan bara at finna í Bretlandi. Hildið verður, at tað vóru írskir munkar, ið gjørdu whisky av fyrstan tíð. Teir høvdu lært destillatiónskynstrið úr Miðeystri, umleið 6. øld, har tann sterki drykkurin fyri tað mesta varð nýttur sum heilivágur. Eftir at írarnir høvdu gjørt whisky í umleið 600 ár, frá 6. øld til umleið 12. øld, fóru skotar eisini at gera whisky. Írskt whiskey var tó heilt fram til fyrst í 1900-talinum nógv tað mest selda whisky’ið á heimsmarknaðinum. Men av fleiri søguligum hendingum misti Írland sín part á heimsamarknaðinum, og í dag er tað Skotland, sum eigur nógv tann størsta partin av heimsmarknaðinum. Romm. Romm verður framleitt av sukurrørum. Sukurrørini verða knúst, og síðani verður sevjan tikin frá. Tá henda sevja verður hitað, krystalliserast reint sukur á yvirflatuni, og restin av sevjuni verður myrk og sirupkend. Tá sevjan verður hitað einaferð afturat, verður hon myrkari og meira bittur. Hon verður síðani tynt, ger verður latin útí, og síðani broytist sukri til alkohol. Fyri at økja um alkoholprosentið, skal løgurin destillerast. Hetta verður gjørt í einum serligum anleggi. Alt eftir nær løgurin verður tappaður, ber til at stýra hvussu sterkt rommið skal vera, og hvønn karakter tað skal hava. Sìðani verður nakað av romminum goymt - sum oftast tann parturin, ið skal gerast til myrkt rom. Hetta ger smakkin bleytari og rundari. At enda verður rommið blanda við ymiskum øðrum rommsløgum fyri at fáa júst tann smakkin, sum framleiðarin vil hava. Rávøran í romm er antin sukurrørssevja ella tað, sum verður eftir, tá saftin er kroyst úr, kallað fyri sukurrørsmelass. Romm kann verða framleitt allastaðni í verðini, men hevur sín uppruna í Vesturindia. Tað ljósa og neutrala kemur m.a. frá Puerto Riko og Kuba. Tað myrkara og kraftmiklara kemur m.a. frá Jameika og Haiti. Munurin millum tey ymsu sløgini kemur av, at undir geringini verða koyrd pálmabløð, ananassaft og annað í. Reyðmaðkur. Reyðmaðkurin (frøðiheiti: "Lumbricidae") blandar moldina og ger, at væta og luft seta niður í moldina og gera hana betri. Til eru fleiri enn 3000 reyðmaðkasløg. Hvussu fruktagóð moldin er, veldst nógv um reyðmaðkin. Sum maðkurin etur sær holur ígjøgnum moldina, koma ósodnaðar leivdir úr bakendanum. Flestir reyðmaðkar liva av ræ, men summir eru ránakendir og taka nógv ymisk smádýr. Hóast reyðmaðkur er liðormur, eru ikki allir liðirnir eins. Gøgn gongur gjøgnum alt dýrið. Nervalagið er í tveimum streingjum, ið liggja tætt saman nær undirborðinum og koma saman í fremra enda í einfaldan heila. Tá ið reyðmaðkur skríður, arbeiða æðrarnar sum hjarta. Padda. Við stóru eygunum ansar froskurin eftir fíggindum. Við eygunum ætla teir eisini um, hvussu langt teir skulu leypa. Paddur hava verið til í mangar mió. ár og eru allastaðni uttan í kuldalondum. Paddur eru t.d. ikki í Føroyum (innfluttar paddur klára tó at lívdjarga sær), men í grannalondum sunnanfyri eru tær vanligar. Paddur liva bæði í vatni og á landi, til dømis froskar og ormapaddur. Froskar eru vanligastu paddurnar, og teir halda til í oyðimørkum og frumskógum eins væl á fjallalendi. Flestar paddur verpa í vatni. Ynglið minnir um fiskayngul og andar við táknum, men vaksin froskur hevur lungu, so hann fær andað uppi á landi. Froskdýr hava long afturbein, og tey bæði leypa, svimja og klíva í trøum. Nógvir froskar og aðrar paddur við verpa í vatni, men summar paddur verpa í vætu á bløðum ella í vátum holum undir jørð. Froskaeggjaklunkar í vatni klekjast til halapaddur við ongum útlimum. Sum tær vaksa, fáa tær útlimir og búnast til froskar og fara upp á land. Henda broytingin nevnist metamorfosa. Ormapaddur hava ongar útlimir og eru bara í hitalondum. Tær grava sær gongir í jørðini og svimja sum állur. Tindasvín. Tindasvín, ella igulkattar, eru einar 23 cm long, hava stutt oyru, stuttan hala, langt trýni og spískar, stinnar tindar á kroppinum. Tindasvín hevur einar 5000 tindar. Flestu tindasvín liggja í reiðrinum um dagin, og eru frammi um náttina at leita eftir reyðmøðkum og skordýrum. Hesi smáu súgdýrini bjarga sær væl í myrkri. Tey síggja og hoyra illa, men tey hava framúr gott tev, og teir viðkvomu kamparnir hjálpa teimum at finna í myrkri. Gerst tindasvín bangið, kúlar tað seg saman. Høvd og bein leggur tað inn undir búkin, og ringvøddi niðast á búkinum kreppir búkin saman, so hvøssu tindarnir peiggja í allar ættir. Løtu seinni kagar tað útundan at vita, um vandin er av, og rættir seg út aftur. Um veturin kúlar tindasvínið seg saman og svevur, til várið kemur. Tindasvín rennur otrúliga skjótt. Hvalbiarfjørður. Hvalbiarfjørður er opin fyri havinum og er víður úti í munnanum millum Lundanevið og Mjóvanes, men treingist og grynnist, sum inn kemur, tí er hann ókyrrur á teimum eystaru ættunum, og á vestri er harðført í vindi. Mitt í firðinum er ein boði, sum næstan altíð brýtur. Inn á botninum á Hvalbiarfirði eru bygdirnar Hvalba og Nes-Hvalba. Tær verða oftast roknaðar fyri eina bygd. Nes er á suðurarminum á Hvalbiarfirði. Firðir í Føroyum. Firðir og sund skilja oyggjarnar í Føroyum frá hvørjari aðrari. Í ístíðini hava jøklarnir grivið firðir og sund, og skapað tey høgu bjørgini. Í flestum fjørðum er óføra harður streymur, men í summum er deyðavatn. Suðuroyarfjørður er millum Suðuroynna og Dímunar báðar, og millum Stóru Dímun og Skúvoynna er Dímunarfjørður. Skúvoyarfjørður skilir Skúvoynna og Sandoynna frá hvørkari aðrari, og millum Sandoynna og Hest er Skopunarfjørður. Sundið millum Hest og Koltur eitur Kolturssund. Millum Hest og Koltur vestanfyri og Streymoynna eystanfyri er Hestfjørður, og havið millum Koltur og Vágar eitur Vágafjørður. Mykinesfjørður er millum Mykines og Vágar, og sundið millum Streymoynna og Vágar eitur Vestmannasund. Millum Nólsoynna og Streymoynna er Nólsoyarfjørður. Tangafjørður er millum Eysturoynna og Streymoynna frá Kollafirði suðureftir, og frá Kollafirði norðureftir millum Streymoynna og Eysturoynna eru Sundini. Frá Fuglafirði suðureftir millum Eysturoynna vestanfyri og Borðoynna og Kalsoynna eystanfyri er Lervíksfjørður, og frá Fuglafirði norðureftir millum Kalsoynna og Eysturoynna eru Djúpini. Kalsoyarfjørður er millum Kunoynna og Kalsoynna, og millum Brattanes (suðurendan á Kunoy) og Borðoynna er Pollurin. Sundið millum Borðoynna og Kunoynna frá Pollinum norðureftir eitur Haralssund. Hvannasund er millum Borðoynna og Viðoynna, Svínoyarfjørður er millum Viðoy og Borðoy vestanfyri og Svínoy eystanfyri, og Fugloyarfjørður er millum Fugloynna og Svínoynna. Listi. * Marsalavín. Marsalavín stavar frá einari oyggj, nevniliga vestaru megin av Sikiloy. Eitt búgvið Marsala hevur ein samasettan brendan smakk, og tað kann vera bæði súrligt ella søtt. Liturin er myrkt ravreyður. Marsala egnar seg væl til apertif ella afturvið dessert. Tað er eisini sera vælegnað til matgerð. Marsala verður goymt á fati, tað fínasta slagið í minsta lagið 10 ár. Malagavín. Malagavín stavar frá býnum við sama navnið á sólstrondini í Spania. Upprunaliga var tað kallað Málaga siroppur, tí tað var so søtt. Í dag eru nógv ymisk sløg av Malaga, og tey spenna frá at vera søt til at vera hálvturr. Liturin kann vera alt frá gulum til svart, og smakkurin fer frá at vera fruktkendur og lættur, serliga í ungum vínum, til at vera meiri samansettur og tungur í teimum búnu vínunum. Fínaru sløgini av Malaga verða goymd á eikifati í 2 til 5 ár, men fínaru sløgini ligga longri. Cider. Cider er ein drykkur, sum er geraður við fruktmosi. Tað fæst í nógvum ymsum smakkum, alt eftir hvør frukt verður nýtt. Drykkurin verður ofta nýttur í staðin fyri øl ella vín. Alkoholinnihaldið er umleið tað sama sum í øli, millum 2 og 8,5 %, meðan framleiðsluhátturin minnir um freimleiðsluna av víni. Ósemja er um upprunan, men seinastu árini er cider vorðið alsamt betur umtókt. Kendasta slagið her um leiðir er helst Sommersby, sum Carlsberg framleiðir. Tað eru tó fleiri ymisk sløg av cider, sum kunnu njótast til ymisk høvi. Umframt at vera ein long drink, kann Cider eisini njótast sum aperitif. Turt cider er vælegnað í staðin fyri hvítvín og søtt cider fyri dessertvín. Tað dýra, turra Vintage cider kann nýtast ístaðin fyri Champagne. Tequila. Tequila kemur úr Meksiko og verður gjørt úr agaveplantuni. Sevjan verður kroyst úr og dropadrivin 2 ferðir til alkohol. Bert sprit, sum er dropadrivið við býin Tequila, hevur loyvi til at brúka hetta navnið, annars eitur tað mezcal. Skopunarfjørður. Skopunarfjørður ger mark í Føroyum, soleiðis at tær oyggjar, sum eru sunnan fyri hann, vera nevndar fyri "sunnan fjørð", hinar fyri "norðan fjørð". Fjørðurin er reinur, men streymharður, og av tí at hann eisini liggur opin fyri, er hann ikki sjóslættur. Vágafjørður. Vágafjørður er hvørki streymharður ella óreinur, men av tí at hann liggur opin fyri havinum, hevur hann ringan sjógv, tá ið ættin liggur inná. Kaldbaksfjørður. Kaldbaksfjørður er djúpur og langur, men har er ógvuliga harðført, so har er ikki góð skipahavn. Á sunnaru síðu á Kaldbaksfirði er bóndabygdin Sund, og inni á firðinum niðursetubygdin Kaldbaksbotnur. Á norðursíðuni á firðinum er Kaldbak, ein vøkur, gomul bóndabygd. Ólavskirkjan. Ólavskirkjan er elsta kirkja í landinum, sum er í brúki. Hon hevur eitt tíðarskeið verið dómkirkja á føroyska biskupssætinum. Í 1963 til 1966 fóru fram umfatandi fornfrøðiligar rannsóknir av lendinum undir kirkjuni. Rannsóknin vísti, at kirkjustaðurin er fornur. Komið varð m.a. fram á tríggjar gólvfláir úr miðøld. Í hesum fláum vórðu funnir fimm myntir. Tann elsti, ið er enskur, varð sligin í tíðarskeiðinum 1223-1235, og hann var funnin undir tí elsta gólvinum. Innar í kóri varð funnin ein bispagrøv. Grøvin sjálv var klødd innan við nævur. Kolevnis-14 tíðarfestingar bæði av kistuviðinum og nævrinum vísa, at grøvin man verða frá miðskeiðis í 1200-árunum. So mangt bendir á, at kirkjan er reist einaferð í 1200-árunum, og er sostatt ein miðaldarkirkja. Máld í nútíðar mátum er kirkjan 21,8 m long og 7,5 m breið. Hon er bygd úr ótilhøgdum gróti, og veggirnir eru múraðir við skilpmørtli og klípaðir við smærri klípum, eins og í hinum miðaldarligu bygningunum á staðnum. Veggirnir eru pussaðir bæði innan og uttan. Torn fekk kirkjan í 1855, sum Mortan Rasmussen smíðaði. Kirkjan varð høvuðsumvæld í 1874 og endurvígd av V. U. Hammershaimb, prósti, hin 15. desember 1874. Kirkjan varð aftur høvuðsumvæld í 1965-1967 og endurvígd, undir stórum hátíðarhaldi, sunnudagin 3. september 1967. Sandavágs kirkja. Sandavágs kirkja er bygd undir 1. veraldarbardaga. Arbeiði byrjaði í 1914, og varð kirkjan vígd 3. sunnudag eftir páskir, 29. apríl í 1917. Magnus Jacobsen (Magnus av Kamarinum) teknaði kirkjuna og gjørdi arbeiðsfrágreiðing. Hon er 19,70 m long og 9,60 m breið. Undir byggingini var hann sjálvur byggimeistari og formaður. Fyri arbeiðinum stóð Jógvan Elias Thomsen, keypmaður í Sandavági. Í arbeiði hevði hann Andreas Joensen úr Kvívík sum arbeiðsformann, og 9 smiðir úr Sandavági og Miðvági. Brøðurnir í Geil í Havn, Petur Alberg og Christin H. Isaksen, málaðu kirkjuna, bæði innan og uttan. Petur Alberg setti litirnir á. H.C.W. Tórgarð, timburmeistari og arkitektur, úr Havn, hevði eftirlit við arbeiðinum. 10. august 1891 gav Thomas Thomassen (Tummas í Bartalsstovu) altartalvuna sum hongur í kirkjuni í dag. Frásagnir siga, at Lucie Ingemann (1792-1868), sum var kona B. S. Ingemanns skald, hevur málað altartalvuna. Talvan, sum varð unvæld í 1997, er mett at vera umleið 150 ára gomul. Á kórvegginum uppi yvir altarinum eru sjey málningar, sum Kristin í Geil hevur málað eftir gomlum kirkjumálningum. Jógvan Elias Thomsen hevur givið kirkjuni málningarnar. Sandavágssteinurin. Sandavágssteinurin er ein føroyskur rúnusteinur frá 1200-áratalinum, ið verður varðveittur inni í Sandavágs kirkju. Millum býlingarnar Sandar og Steig er ein langur heyggjur, sum er nevndur Ongjartoftir. Í sjálvum endanum á heygnum lá ein langur steinur, sum vísti seg at vera ein rúnarstein. Um várið, leygardagin fyri hálvarðsøku (12. mai í 1917), setti Martin á Mýrini seg at hvíla undir heygnum, og varð varður við, at í steinin vórðu høgdir stavir. Innskriftin, sum varð týdd av Mikkjal á Ryggi, verður lisin soleiðis (týtt til føroyskt): "Torkil Onundarson eystmaður av Rogalandi bygdi henda stað fyrst". Kollafjarðar kirkja. Kollafjarðar kirkja, sum stendur á laðaðari grund, er úr timbri við flagtekju og torni. Hon stendur í fyrndargamla býlinginum við Sjógv. Spurningurin um at byggja nýggja kirkju í Kollafirði og í Kvívík varð reistur á vártingi í 1837. Eitt sindur av kapping hevur verið ímillum bygdirnar um, hvør skuldi vera fyrstur við nýggjari kirkju. Kollfirðingar vóru við yvirlutan, og nýggj kirkja kom ikki í Kvívík fyrr enn í 1838. Eftir skrivaðum keldum á Sjællands Landsskjalasavni og Føroya Landsskjalasavni at døma er farið undir arbeiðið við nýggju kirkjuni í august 1837, og umleið tann 18. novembar sama ár stóð kirkjan liðug. Nær kirkjan er vígd, er eitt sindur av iva um. Eftir mannasøgn í Kollafirði varð hon vígd fyrsta sunnudag í advent 1837. Hesin dagur fall á 3. desember, men hetta er ikki í samsvar við skrivaðu keldurnar, sum benda á, at vígsludagurin var 18. november. Síðani kirkjan varð bygd í 1837, hevur hon fingið fleiri størri umvælingar. Gøtu kirkja. Eldra kirkjan í Gøtu stendur í Norðagøtu, varð vígd 22. september 1833 av Niels Johnsen Struer, ið var próstur frá 1831 til 1838. Nakrir av teimum, sum hava smíðað kirkjuna, eru funnir, men óvist er, um tað eru allir. Líkt er til, at Berint Simonsen, ið ætlandi er av Strondum, hevur verið formaður, tí at hann hevur fingið útgoldið lønina til tveir aðrar menn, Hans Jacob Jacobsen og Petur Isaksen, ið báðir vóru úr Oyndarfirði. Ein annar strandingur hevur gjørt timburarbeiðið, tað er Augustinus Simonsen. Vindeyguni hevur N.C. Winther snikkari í Havn gjørt. Kirkjan er bygd av viði og er takt við nævur og flag, men í 1959 vórðu jarnplátur lagdar undir flagið. Støddin á kirkjuni var upprunaliga: 18 alin og 12 tummar long, 10 alin og 3 tummar breið, hæddin er 3 alin og 9 tummar undir bjálkunum. Um leið 1860 varð vaksið um kirkjuna, hon var tá longd um 6 alin. Gomul søgn er, at kirkjan skal vera skakað tríggjar ferðir á grundini av ódnarveðri. Fyri at hetta ikki skuldi henda aftur, legði ein danskur prestur gøtufólki tey ráð, at tey skuldu stoypa vollar í øll fýra hornini í kirkjuni. Hetta varð gjørt, og síðan hevur illveður ikki skalað kirkjuna. Nýggja kirkjan. Nýggja kirkjan í Gøtu, stedur í Gøtugjógv og varð vígd tann 25. juni í 1995 av biskoppi Hans Jacob Joensen. Drotning Margreta II var við til vígsluna, saman við biskuppum úr hinum norðanlondunum. Nýggja kirkjan varð bygd orsaka av at gamla kirkjan var vorðin ov lítil. Arbeiði at fáa gongd á at byggja kirkjuna, varð borðið av Torkil Beder, táverandi sóknarpresti, saman við kirkjuráðnum. Tróndur Patursson hevur prýtt kirkjuna við glaslist, sum fevnir um glasskermar til lampur inni í kirkjuni, og eyðkendu altartalvuna, sum er glaspartíið á niðaru síðu á kirkjuni. Viðareiðis kirkja. Í Viðareiðis kirkju er gripur, sum telst ímillum elstu kirkjugripir í Føroyum. Tað er ein krossmynd frá 1551, sum hongur á norðurvegginum í kirkjuni. Hana hevur Thomas Koppen úr Hamburg, sum fekk einkarætt til handils uppá Føroyar í 1533, givið. 20. november 1892 varð nýbygda kirkjan á Viðareiði sýnað og góðkend av J. Heinesen og S. Fr. Jacobsen. Seinni sama dag varð kirkjan vígd av J. C. Evensen, prósti. Í góðveðrinum var nógv bygdafólk komið saman, og gingu tey hátíðarliga skrúðgongu úr gomlu kirkjuni, frá árinum 1831, í ta nýggju, saman við gestum úr norðoyggjum. Við sær høvdu tey altargripir og aðrar kirkjulutir. Í stuttari lýsing frá árinum 1891 av kirkjuni verður sagt: "Grótlaðað kirkja, 28 alin long og 12 alin breið, við skifurtaki og jarnvindeygum, var byggingin mett at kosta smáar 9000 krónur. Jóhan Andr. Petersen, tinglimur úr Mikladali, átók sær at gera høvuðsarbeiði fyri 8000 krónur. Onnur smáarbeiði komu afturat, men kostnaðarmetingin helt". Síðan kirkjan varð bygd, er sum vituligt nógv viðlíkahald og nógvar broytingar farnar fram. Millum annað er tekjan skift 4 ferðir og stoypijarnsvindeyguni eru skift út við trævindeygu. Býflugudeyðin. Býflugudeyðin, ella sum tað eitur á enskum, Colony Collapse Disorder (CCD), merkir at hungangsbýflugurnar um allan heim knappliga fara úr býlunum og doyggja. Tað er ein vanlukka, tí hunangsbýflugurnar eru ein hornasteinur í okkara vistskipan og eru púra avgerandi fyri frukt- og grønmestisgróðurin. Ástøðini um orsøkina til gátuføra býflugudeyðan eru mong: nýtsla av eituri til virus og mottuálop. Soluna Samay. Soluna Samay Kettel-Ziegler'", betri kend sum Soluna Samay (fødd 27. august 1990, Guatemalabýur, Guatemala) er ein donsk songkvinna. Soluna umboðaði Danmark í Evropeisku tónleikakappingini Eurovision í 2012. Mamma hennara er úr Sveis og pápin er týskari. Hon flutti til Bornholm at búgva í 2000. Síðan hon var ein smágenta hevur hon framført tónleik og sang saman við pápa sínum, Gerd George Kettel. Svínakrím. Svínakrímið herjaði í fleiri londum kring allan heimin í 2009, og granskararnir siga, at tað var ymiskt, hvussu nógv mannalív sjúkan kravdi í teimum einstøku heimspørtunum. Eitt nú nevna teir, at 51 prosent av teimum, sum doyðu, búðu í Afrika og Landsynningsásia, hóast bara 38 prosent av fólkinum í heiminum búgva har. H1N1, sum svínakrímvirusið eitur, bleiv fyrstu ferð staðfest í Meksiko í 2009. Haðani breiddi tað seg til USA og síðani út um heimin. Altjóða heilsustovnurin WHO sigur, at umleið 18 500 fólk eru deyð av svínakrími. Fugloyarfjørður. thumb Fugloyarfjørður er millum Fugloy og Svínoy. Hann er óreinur og streymharður. Kalsoyarfjørður. Sundið millum Kunoy og Kalsoy verður nevnt Kalsoyarfjørður. Kalsoyarfjørður er millum Kunoynna og Kalsoynna. Hann er djúpur og eisini reinur. Hestfjørður. Hestfjørður er millum Hestoy og Streymoy. Havalda setir lítið inn á Hestfjørð, men hart rák, ójavnt dýpi og meldur í streyminum ger, at har ofta er óslætt. Millum Hest og Koltur vestanfyri og Streymoynna eystanfyri er Hestfjørður. Vestmannasund. Vestmannasund er sundið millum Streymoy og Vágar. Vestmannasund er reint og djúpt, men sera streymhart í norðara parti. Tá ið ein kemur suður um Skræling, rekur spakari. 1. desember 2014 var dagligi miðalhitin í sjónum við Oyrargjógv 9,18 °C. Hetta er heitasti dagur mátaður í desember við Oyrargjógv og Mykines, síðani mátingarnar byrjaðu í 1914, skrivar Havstovan á heimasíðu síni hav.fo. Metið frammanundan var frá 2.- og 3. desember 2009, tá miðalhitin var 8,91 °C. Allar teir fyrstu seks dagarnar í desember 2014, var sjógvurin við Oyrargjógv heitari enn gamla metið í 2009. Hitamátingarnar verða gjørdar fyri at fylgja við langtíðarbroytingum, sum ávirka vistskipanina á Landgrunninum, og fyri at fáa meir innlit í útskiftingina av sjógvi millum opið hav og Landgrunnin. Havstovan hevur hitamátarar liggjandi við Oyrargjógv og Skopun, ið støðugt máta hitan í sjónum. Hitin er áleið tann sami í báðum støðum. Orsøkin er, at sjógvurin innast á Landgrunninum verður so væl blandaður av sjóvarfalli. Mykinesfjørður. Mykinesfjørður er ógvuliga streymharður og óreinur og hevur orð fyri at vera versti fjørður í Føroyum. Ayers Rock. Uluru, eisini kend sum Ayers Rock (alment: "Uluru / Ayers Rock"), er hin best umtókti merkisstaðurin í Avstralia. Hesin veldigi sandsteinskletturin, ið skjýtur seg upp úr slættari, stórari oyðimørk, er 348 m. høgur. Hóast hann stendur nógvar hundrað kilometrar frá bygdum øki, kemur nógv ferðafólk hagar. Hann er samstundis ein hin størsti halgidómurin hjá avstralska upprunafólkinum aboriginunum. Uluru/Ayers Rock er serliga vakur í skýmingini, tá ið ljósið og litirnir skifta. Tuvalu. Tuvalu er ein kyrrahavsoyggj. Íbúgvarnir á Tuvalu eru av polynesiskum uppruna, og er talan um ein av fólkafátækastu statunum í heiminum. Bert Vatikanið hevur færri íbúgvar. Bert 10 544 fólk búleikast spjadd út á níggju koralloyggjum. Kyrrahavsparadísið Tuvalu er miðskeiðis millum Hawaii og Avstralia. Oyggjarnar byggja á koral­riv, sum vaksa spakuliga, so hvørt sum havið fløðir. Spurningurin er tó, um havið komandi árini fløðir skjótari enn higartil, so oyggjarnar hvørva av heimskortinum. Um havið ikki fløðir so nógv, kunnu stórir trupulleikar tó standast av vatnflóð og stormskaðum, sum oyðileggja grøði og drekkivatn. Hægsti blettur á oyggjunum er bert 5 metrar yvir havinum. Teir uml 12.000 íbúgvararnir á teimum 9 oyggjunum hava fingið loyvi at flyta til Nýsælands, um hóttanin gerst veruleiki. Búskapur. Oyggjarnar eru fátækar. Ójavnt er eisini býtt. Lítil og eingin vøkstur, og ongar keldur, so tey eru t.d. bundin at savna saman regnvatn. Oggy og kakkulakkarnir. Oggy og kakkulakkarnir (franskt "Oggy et les Cafards") er ein fronsk teknifilmsrøð fyri smá børn. Teknifilmsrøðin hevur eisini verið at sæð í Kringvarpi Føroya. Listi yvir róðrarfeløg í Føroyum. Slóðir úteftir. ! Fox News Channel. Fox News Channel er ein tíðindarás. FNC, sum tað verður stytt, var stovnað í 1996. Fox News hevur sín uppruna í USA, har eini 5000 fólk starvast á ymsum støðum kring landið. Hetta er ein sjónvarpsrás, sum sendir til 50 natiónir og uml. 150 milliónir menniskju hava møguleikan at síggja FNC. Fox News hevur høvuðsskrivstovu sína í Manhattan, New York City. Fox News verður vanliga mett at liggja rættiliga langt til høgru. Disney biograffilmar. Hetta er ein listi yvir filmar, sum hava verið vístir í biografum, sum Walt Disney Productions hevur framleitt og síðan eftirfylgjandi merki, Walt Disney Pictures. Hesin listin inniheldur eisini animeraðar spælifilmar, "live action" spælifilmar, dokumentarfilmar og filmar frá røðini "True-Life Adventures". Filmarnir eru bólkaðir eftir ári og hava ein lit í vinstru síðu, alt eftir hvat slag av filmi, talan er um. Um so er at Walt Disney Productions ikki hevur ella fer at framleiða filmin men bert selja hann, so kemur filmurin ikki við í henda listan. Hesin listin er ikki fyri filmar, sum eru framleiddar av Disneynature, Touchstone Pictures, Hollywood Pictures, Miramax Films ella Studio Ghibli. Kappróðrarfelagið NSÍ. Spógvin er ein av bátunum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ. Í 2011 vunnu dreingir, barnaróður FM heitið við hesum bátinum. Kappróðrarfelagið NSÍ er eitt føroyskt róðrarfelag úr Runavík. Bátarnir hjá felagnum eru gulir við svørtum stokkum. Felagið er triðmest vinnandi kappróðrarfelag í Føroyum við 20 FM heitum í tíðarskeiðnum 1973-2011. Oahu. Oahu (á hawaiianskum Oʻahu) er ein kyrrahavsoyggj. Oʻahu er við sínum umleið 1,545 km2 triðstørsta oyggj í Hawai'i, og her búgva umleið 953 túsund fólk. Størsi býurin og eisini høvuðsstaður í Hawai'i er Honolulu. Hægsta punktið á oynni er Mount Kaʻala 1220 m. Fólkatættleikin her er væl oman fyri miðalfólkatalið í Hawai'i. Fólkatættleikin er 631,7 persónar fyri ferkilometurin, og tað er nógv í amerikanskum høpi. Fólkatættleikin í Hawai’i er í miðal 82,6 fólk fyri hvønn km2 og í USA 34,2/km2. Á Oʻahu er nógv fólk av japanskum uppruna. Havið kring Oʻahu er fult av lívi og heimstaður hjá til dømis hvalum, delfinum og stórum havskjaldbøkum, ið til tíðir kunnu síggjast frá landi. Edson Celulari. Edson Francisco Celulari (føddur 20. mars 1958 í Bauru) er sjónleikari úr Brasil. Lívsleið. Celulari var limur í Porão 7, ein amatør sjónleikarabólkur úr São Carlos. Tá ið hann var 16 ára gamal, flutti hann til São Paulo at lesa drama á Escola de Arte Dramática (Dramatic Art School) á University of São Paulo. Celulari spældi fyri fyrstu ferð í sjónvarpsframleiðslu í 1978 í telenovel-filminum "Salário Minimo" hjá TV Tupi. Síðan tá hevur Celulari spælt í fleiri sjónvarps, film og pall framleiðslum. Hann var giftur við sjónleikarinnuni Cláudia Raia frá 1993 til 2010. Tey spældu saman í telenovela sjónvarpsrøðunum "Deus nos Acuda" og "Torre de Babel". Hilo. Hilo er næststørsti býur í Hawai'i. Býurin hevur umleið 43 263 íbúgvar. Hilo liggur á oynni Hawai'i. Ernest Borgnine. Ernest Borgnine (f. 24. januar 1917 í Connecticut – d. 8. juli 2012 í Kalifornia) hevur verið við í nógvum filmum. Ofta sum óndi maðurin ella banditturin. Eisini hevur hann havt leiklut í fleiri sjónvarpsrøðum. Ernest Borgnine varð føddur við navninum Ermes Effron Borgnino 24. januar 1917 í Hamden í Connecticut í USA. Kendi amerikanski filmssjónleikarin andaðist 8. juli 2012. Hann gjørdist 95 ára gamal. Hann vann sær ein Oscar fyri leiklutin sum Marty Piletti í fiminum "Marty" í 1955. Honum er eisini ognað ein stjørna á kenda Walk of Fame í Hollywood, Kalifornia. Í 1973 giftist hann norsku Tova Træsnæs, sum nú situr einkja. Hon er annars fimta kona hansara og er kend fyri kosmetikkfyritøku sína "Beauty of Tova". Borgnine var í mong ár í amerikansku sjóverjuni, áðrenn hann fór á sjónleikaraskúla. Fyrstu ferð á palli var á Broadway, New York í 1947, og fólk løgdu hann til merkis. Á filmi var hann fyrstu ferð at síggja í 1951. Seinni gjørdist hann kendur sum óndi sersjanturin í "From Here To Eternity" í 1953. Svartisvanur. Tann svarti svanin (latín "Cygnus atratus") er av dunnuættini. Tann svarti svanin hoyrir ikki heima í evropeiska fuglaheiminum, men hann hevur álíkavæl klára at búsett seg í fleiri londum, millum annað í Týsklandi og í Stóra Bretlandi. Eisini eru svartir svanar sæddir um alt Danmark seinnu árini. Tá evropear komu til Avstralia á fyrsta sinni, sóu teir ein bólk av svørtum svanum. Hetta var ongantíð sæð fyrr av evropeum, tí í okkara hugaheimi er ein svanur hvítur. Hann er eisini innfluttur til Nýsælands. Tann svarti steggin er vanliga sótsvartur, hevur svørt bein og eitt reytt nev. Honin er eitt sindur minni og hevur eitt nev sum ikki er líka reytt sum hjá steggjanum. Ungarnir eru grábrúnir og hava grátt nev. Í m.a. 2014 sóu fólk á Skála ein svartan svana við Prestá. Ikki er greitt hvussu leingi hann hevur verið í Føroyum, og um hann hevur fylgi av fleiri svørtum svanum. Tað er sera sjáldsamt at síggja tann svarta svanan í Føroyum. Fuglabókin. Stundum ala teir hann í dýragørðum í Evropa, og í einum landsynningsstormi var ein komin í túnið í Sørvági kanska úr Onglandi. Hann var spakur og sera vakur. Størstu veingjafjaðrarnar vóru hvítar; annars var hann svartur, uttan nevið, sum var fagurt reytt við einari hvítari rond tvørturum. Fjaðrarnar omaná lagaðu seg í vøkrum bylgjum tvørtur. eftir veingjunum og bakinum. Hann varð sleptur á Leitisvatn og livdi har í nøkur ár. Sera fólkaalskin var hann, kom stundum tætt til fólk og fylgdist so við teimum. Mong kendu tað sum ein sakn, tá ið hann var deyður. Skúgvur. Skúgvur (lat. "Stercorarius skua") er nakað sum mási til støddar, brúnur sum hini kjógvasløgini, ikki búkhvítur og hevur onga snældu. Sum kjógvin er eftir ritu, er skúgvurin eftir likku, eltir hana, snittandi og snarandi, inntil hon má spýggja. Men kemur tá ein flokkur av ritum og ternum eftir honum, so má hann skunda sær at flýggja. Og ikki er hann snúiligari enn so, at kjógvin tuskar hann av. Úr sjónum fær hann sær seið og sild. Fyri bjargafuglin er hann skaðiligur, helst fyri lundan, tekur bæði egg og fugl. Lítið er til av honum. Tað, sum er í Evropa, hevur tikið sær búgv í somu londum sum Norðmenn í forðum, í Føroyum, Hetlandi, Orknoyggjum, Hebridum, Íslandi og ikki sørt í Grønlandi. Áður átti hann nógvur í Føroyum. Søgn er, at í støðum var hann so tættur, at fjallmenn stundum, tá ið um ráddi, nýttu eggini til at blaka fyri seyð. Í summum bygdum beinskerdu teir ungarnar og tóku teir so — mangar túsund í tali — tá ið teir vóru fullvaksnir og feitir. Men fyri skaðan, hann gjørdi í bjørgunum, varð roynt at avoyða hann, og tað eydnaðist teimum so, at um ár 1900 vistu teir bara 4 pør vera eftir — í Skúvoy, Stóru Dímun, Svínoy og Saksun. Tá friðlýstu teir hann, og nú er hann væl afturnørdur. Mestur er hann í Saksun; har eiga um 100 pør, og ikki er nevnt um nakað spell av teimum. Tað sigst eisini, at í teimum høgum, sum hann áður átti mestur, skóru teir meiri seyð tá, enn teir skera nú. Har, sum fuglur, ið føðir seg av sjónum, eigur nógvur, verður altíð nógv gras. 1776. 1776 (MDCCLXXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag. Junkarin, barnaróður dreingir vunnu FM í 2012. Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag er eitt kappróðrarfelag úr Kvívík og grannabygdunum. Róðrarfelagið varð stovnað 7. mai 1967. Felagið eigur ella hevur átt bátarnar: Junkarin, sum er 5-mannafar og Kvívíkingur og Kvívíksbáturin, sum eru 8-mannafør. Summar-OL 2012. Summar OL 2012, eisini nevnt OL 2012, 30. Olympisku summarleikirnir vóru hildnir í Olympic Park, London, Ongland, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. London er harvið tann fyrsti býurin, sum alment er vertur fyri olympisku leikunum trýggjar ferðir, eftir at hava verið vertur í 1908 og í 1948. Fyri aðru ferð nakrantíð luttók ein føroyingur á Olympisku Leikunum, tá Pál Joensen svam fyri Danmark, eftirsum Føroyar ikki sleppur at luttaka á leikunum. Umframt Pál hevur Katrin Olsen eisini luttikið á Olympisku Leikunum, hon luttók sum rógvari og luttók eisini fyri Danmark. Tíðarætlan. Tann almenna tíðarætlanin varð almannakunngjørd hin 15. februar 2011 Jared Harris. Jared Francis Harris (* 24. august 1961 í London í Englandi, er ein bretskur sjónleikari, best kendur fyri sínar leiklutir sum Lane Pryce í AMC røðini "Mad Men", Mac McGrath í "Mr. Deeds", Professor Moriarty í ', og sum David Robert Jones í Fox science-fiction røðini "Fringe". Jared Harris er sonur sjónleikaran Richard Harris og sjónleikarinnuna Elizabeth Rees-Williams. Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag. Hvessingur, 6-mannafør kvinnur, á Fjarðastevnu 2012. Hesar gjørdust nummar tvey á Norðoyastevnu 2012 við Hvessingi. Hvessingur, 6-mannafør kvinnur á Ólavsøku 2010. Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag er eitt føroyskt kappróðrarfelag úr bygdunum Streymnes og Hvalvík, sum varð stovnað í 1976. Bátarnir hjá felagnum eru grønir við svørtum stokkum. Bæði Hvessingur og Báran hava vunnið FM-heiti. Í 2020 luttekur felagið við trimum manningum í FM-róðrum; Hvessingur (6 mannafør menn), Báran (5 mannafør kvinnur) og Nísan (barnaróður). Steypakappingin í kvinnufótbólti. Steypakappingin í kvinnufótbólti hevur verið skipað síðan 1990. Listi yvir steypafinalur hjá kvinnum. HB hevur vunnið steypakappingina hjá kvinnum 5 ferðir. Skála hevur vunnið steypakappingina hjá kvinnum einaferð og hevur tvær ferðir vunnið silvur. AB hevur vunnið steypakappingina hjá kvinnum einaferð og hevur tvær ferðir vunnið silvur. Steypavinnarar eftir felag. Feløgini við "skráskrift" eru antin ikki til longur ella hava ikki nakað lið í 1. kvinnur longur ella hava lagt saman við annað lið. Betri Deildin kvinnur. Betri Deildin kvinnur er besta kvinnudeildin í Føroyum. FSF hevur skipað fyri kvinnufótbólti síðan 1985. Steypakappingin í kvinnufótbólti byrjaði fimm ár seinni í 1990. KÍ kvinnurnar eiga metið fyri flest FM heitið, tær hava vunnið FM 20 ferðir, harav 17 ár upp í slag. Vinnarin av deildini kvalifiserar seg til UEFA Women's Champions League. Feløg sum hava lið í Betri Deildini kvinnur. Í 2020 vóru tað seks lið, ið kappaðust um føroyameistaraheitið, tað eru líka nógv lið sum í 2018. Í 2019 vóru bert fimm lið. NSÍ hevur aftur nú fingið lið í bestu kvinnudeildina. Listi yvir Føroymeistar. KÍ vann sítt 20. føroyameistaraheitið í 2020. Bestu málskjúttar. Rannvá B. Andreasen hevur vunnið gylta skógvin heili 12 ferðir, fyrstu ferð var í 1997. Rikke Møller Pedersen. Rikke Møller Pedersen (fødd 9. januar 1989) er ein danskur svimjari sum svimur við Svømmeklubben Frem og STO95 í Odense, umframt at hon svimur fyri Danmark í altjóða kappingum. Hon er ein av teimum, sum skulu svimja á OL 2012 í London. Á EM á stuttbana í desember 2008 setti hon danskt met í 100 metrum bringusvimjing við tíðini 1:06.55 og í 200 m bringusvimjing við tíðini 2:23.55. Á DM á stuttbana í oktober 2009, betraði hon metið í 100m og 200m bringusvimjing, og setti samstundis eitt nýtt evropeiskt met við tíðini 1:04.59 og 2:18.52. Svimjing á Summar-OL 2012, 400 metrar frí (menn). Kappingin í 400 metrum frí í svimjing hjá monnunum á Summar-OL 2012 fór fram hin 28. juli 2012 í Aquatics Centre London. Úrslit. Olympiski meistarin, Park Tae-Hwan, var kolldømdur eftir innleiðandi riðlarnar fyri feil í startinum, men henda avgerð var tó broytt seinni sama dag, og hann slapp at svimja finaluna hóast alt, hetta hendi eftir at Koreanska Svimjisambandi kærdi avgerðina, og varð hon sum sagt gingin á møti. Hetta merkir so fyri føroyska Pál Joensen, at hann ikki gjørdist nummar 9 men nummar 10. Hann var tó álíkavæl sera tætt uppá at koma í finaluna, bara 11/100 av einum sekundi. Klaksvíkingur 10-mannafar. Klaksvíkingur er eitt føroyskt 10-mannafar, sum Klaksvíkar Róðrarfelag eigur. Báturin varð smíðaður í 2002 og latin felagnum av JFK Trol og P/F Christian í Grótinum. Yvirlit yvir menn ið hava róð við Klaksvíkingi frá 2002 til 2021.. Niðanfyri sæst yvir yvir, hvør ið hevur róð við Klaksvíkingi á hvussu nógvum stevnum og hvussu ofta teir hava verið við til at vunnið eina stevnu. Yvirlitið er frá heimasíðuni hjá Norðlýsinum, sum upplýsir, at keldurnar til yvirlitið eru heimasíðan hjá Havnar Róðrarfelag drekin.fo og fyrrverandi nevndarlimir hjá KRF. David Carry. David Carry (føddur 8. oktober 1981 í Aberdeen) er ein skotskur svimjari, sum er kvartur føroyingur. Omma hansara er úr Klaksvík. Hann svimur best í frísvimjing. Hann hevur umboða Skotland á Commonwealth Games í 2002, 2006 og 2010. Í 2006 vann hann gull á hesum leikum í 400 metrum frí og í 400 metrum blandað. David hevur umboða Stórabretland á Summar-OL 2008 í 400 metrum frí og 4x200 metrar frí og á Summar-OL 2012 í 400 metrar frí. Hann gjørdist nummar 7 í innleiðandi við tíðini 3:47.25 og kom í finaluna. Hann svam við tíðini 3:48.62 í finaluni og gjørdist nummar 7. Føroyski Pál Joensen svam í somu kapping, hann gjørdist nummar 10. Svimjing á Summar-OL 2012, 4 x 200 metrar frí hjá monnum. Svimjikappingin í 4 × 200 metrar frí hjá monnunum á Summar-OL 2012 fór fram hin 31. Juli á London Aquatics Centre. Ongi nýggj heimsmet vóru sett í hesi kapping. Caroline Wozniacki. Caroline Wozniacki á US Open í 2009. Caroline Wozniacki (fødd 11. juli 1990 í Odense) er ein danskur tennisleikari, sum hevur fingið bestu ranglista plaseringina hjá donskum tenniskvinnum í einmansleiki, tá hon hin 11. oktober 2010 náddi fyrsta plássið á WTA Tour. Foreldrini hjá Caloline eru úr Póllandi, men tey fluttu til Danmarkar at búgva, og Carolina er fødd og uppvaksin í Danmark. Hon fekk í boðið at gerast landsliðsleikari fyri Pólland, men takkaði nei. 2004-2007. Í 2004 vann hon danska meistaraheiti hjá teimum vaksnu, sjálvt um hon bert var 14 ára gomul. Sama ár varð hon kosin sum "Årets Fund", sum er elsti ítróttarheiður í Danmark, nú á døgum er tað Team Danmark, sum letur heiðurin. Í desember 2005 vann hon ungdómskappingina Orange Bowl, sum innan ungdómstennis verður mett sum tað óalmenna heimsmeistarakappingin. Í juli 2006 vann Wozniacki sum tann fyrsti dani í nærum 60 ár eitt Wimbledon-heitið (gentu einmansleikur). Sama ár kom hon í finaluna í kappingini Australian Open (gentu einmansleikur). Hon vann heiðurin "Ársins ungdómsleikari" í 2006. 2008. Í 2008 vann hon tríggjar ferðir WTA heitið í tenniskappingum. Fyrstu ferð var í kappingini Nordea Nordic Light Open í Stockholm 3. august. Síðan luttók hon á Summar-OL 2008, har hon bleiv sligin út í triðju rundu av Elena Dementieva, sum seinni vann OL. 23. august vann hon 600.000 $ í WTA-kappingini Pilot Pen Tennis í New Haven, USA. August mánaður endaði við, at hon náddi til fjórðu rundu í US Open. 28. september vann hon saman við Anabel Medina Garrigues sítt fyrsta WTA-heitið í tvímansleiki, tá tær báðar vunnu finaluna í "China Open" móti einum kinverskum parið. 5. oktober vann Caroline Wozniacki sítt 3. WTA-heitið - hesaferð í Japan. Í november 2008 luttók Caroline í "Nordea Danish Open" í sínum føðibýi Odense. Hon vann kappingina uttan stórvegis mótstøðu. 2009. Tað fysta týdningarmikla úrslitið í 2009 var, tá Wozniacki náddi kvartfinaluna í einari kapping í Sydney. Hon spældi kvartfinaluna móti Serena Williams og tapti eftir at hava havt tríggjar dystarbóltar (matchbóltar). 2012. Caroline Wozniacki luttók á Summar-OL 2012 í London og vann tríggjar tær fyrstu rundurnar móti Anne Keothavong, Yanina Wickmayer og Daniela Hantuchová. Hon møtti Serena Williams í kvartfinaluni og tapti dystin og kom tí ikki víðari. Sker. Eitt sker við Mykines. Kópar liggja og hvíla seg á skerinum. Eitt sker er eitt petti av landi, sum ikki er leyst frá jørðini og hevur hav til allar síður. Eitt sker er minni enn ein hólmur og ikki so høgt sum ein stakkur og nógv minni enn ein oyggj. Í Føroyum eru nógv sker at finna rundan um Suðuroynna og rundan um Mykines og Mykineshólm. Í Noregi og Svøríki eru nógvar oyggjar, hólmar og sker fram við strondini. Á føroyskum nevna vit hesi sker fyri Norski Skergarðurin og Svenski Skergarðurin. Orðir sker er norðurlendskt og finnist eisini á hinum norðurlendsku málunum. Orðið finnist eisini á enskum, skerry, men tað kemur úr norðurlendskum. Svimjing á Summar-OL 2012 - 1500 metrar frí (menn). Svimjingin í 1500 metrum frí hjá monnum á Summar OL 2012 fór fram 3. – 4. august á London Aquatics Centre. Føroyski Pál Joensen svam fyri Danmark í hesi kapping. Rhodesia. Rhodesia var ein ikki viðurkendur státur í syðra Afrika, tíðarskeiðið 1965 - 1979, sum í 1980 gjørdist Tjóðveldið Simbabvi (Zimbabwe). Christina Aguilera. Christina Aguilera (fødd Christina María Aguilera) er ein amerikanskur popp-sangari. Hon er fødd 18. desember 1980 í Staten Island, New York City í USA. Hon byrjaði sína karrieru sum songkvinna tíðliga, tá hon sang í filminum Mulan. Hon útgav sítt fyrsta album í 1999, fekk góð ummæli og hon gjørdist sera kend. Fýra av sangunum á útgávuni gjørdist hitt. Útvortis avísing. Aguilera, Christina Aguilera, Christina Kappróður á Summar-OL 2012 – Tvískullarar lættvekt menn. The Lættvekts double sculls á Summar-OL 2012 í London fór fram á Dorney Lake vatninum, sum hevur fingið navnið Eton Dorney orsakað av at Olympisku Leikirnar m.a. fara fram her. Danmark vann gull í hesi kappingini, tá Mads Rasmussen og Rasmus Quist Hansen komur fyrstur á mál. Innleiðandi. Teir fyrstu tveir bátarnir í innleiðandi kappingunum koma í semifinalurnar. Repechage. Tveir teir fremstu bátarnir kvalifisera seg til semifinalurnar. Semifinala C/D. Firstu tríggir bátar kvalifisera seg til C Finaluna, hinir til D Finaluna. Semifinalur A/B. Firstu tríggir bátarnir kvalifisera seg til A Finaluna, hinir til B Finaluna. Heiðursmerkjabýtið á Summar-OL 2008. Her sæst býtið av heiðursmerkjum á Summar-OL í 2008 í Beijing, Kina. Lotte Friis vann bronsu til Danmark í svimjing, 800 metrar frí. FaroeJet. FaroeJet var eitt føroyskt flogfelag. Tað var annað føroyska flogfelagið, tað fyrra er Atlantic Airways. FaroeJet steðgaði øllum virksemi tann 15. desember 2006 orsakað av fíggjarligum trupulleikum. Søga. FaroeJet varð stovnað av privatum íleggjarum í desember 2005. Fyrsta flogferðin varð flogin 15. mai 2006 við einum leigaðum AVRO RJ100 millum Keypmannahavn og Vága Floghavn. Í desember 2006 fór felagið í gjaldssteðg, og steðgaði tað øllum sínum virksemi tann 1. januar 2007. Tænastur. Flogfelagið hevði ein Avro RJ100 við 96 setrum í einum klassa. Flogfarið fleyg millum Kastrup floghavn,Keypmannahavn og Vága Floghavn eina ferð dagliga, tó ikki leygardagar. Brýr og byrgingar í Føroyum. Í yvirlitinum er einans tikið við brýr og byrgingar, ið ganga millum oyggjar. Hektari. 8239;140 m2 ella 0,714 ha. Ein hektari er tað sama sum ein ferhektometur (1 hm2 = 100 m × 100 m). Hektari er ikki SI-eind, men loyvt er at brúka hann sum mátieind fyri jørðvídd eins og SI-eindir. Nha Trang. Nha Trang er ein býur í Vjetnam, høvuðsstaður í Khanh Hoas. Í býnum búgva umleið 392.000 fólk. Hetta talið væntast at hækka til millum 560.000 í 2015 og 630.000 íbúgvar í 2025. Eftir ætlan skal eitt øki á 12.87 km2 leggjast saman við býnum, hesi øki eru Diên An og Diên Toàn. Tað skal tó fyrst góðkennast av forsætisráðharranum í Vjetnam. Býurin er væl kendur fyri sínar strendur og dykking. Býurin er eitt ferðavinnumál hjá eitt nú fólkum ið ferðast við ryggsekki men eisini hjá vjetnamesarum úr øðrum pørtum av landinum. Býurin verður vertur fyri 2016 Asian Beach Games og var vertur fyri Miss Universe 2008 og Miss Earth 2010. Søguliga hevur býurin verið kendur undir navninum Kauthara undir Champa. Í býnum ella tætt við býin er eisini tað elligamla tornið Po Nagar, ið er bygt onkuntíð áðrenn 781. Nha Trang - Wikivoyage Fólkafundur í Hoyvík. Tiltakið Fólkafundurin 2013 er eitt tiltak, sum fer fram í Kí-høllini og badmintonhøllini í Klaksvík 20. og 21. september 2013. Tað eru privat fólk sum í samstarvi við Klaksvíkar kommunu skipa fyri hesum demokratiska festivalinum, ið er ókeypis fyri allar vitjandi gestir. Endamálið við Fólkafundinum er at fáa politikkin út til vanliga borgaran. Fyri tað fyrsta kunnu øll á Fólkafundinum tosa beinleiðis við tey, ið ráða fyri borgum, og fyri tað næsta kunnu politiskir flokkar og alskyns áhugafeløg fáa teirra boðskap út til vanliga borgaran. í 2012 varð fyrsti Fólkafundurin hildin í Føroyum. Hann var hildin í Hoyvíkshøllini og í Hoyvíkar skúla í samstarvi við Tórshavnar kommunu. Út við 50 felagsskapir, fakfeløg, áhugafeløg, politiskir flokkar, kommunur og onnur tóku lut við tilsamans 86 ymiskum tiltøkum á Fólkafundinum 2012, ið savnaði fleiri enn 1500 fólk. Á Fólkafundinum 2013 fara flokkar og feløg at hava framsýningarbásar; harafturat verður skipað fyri einari ørgrunnu av tiltøkum, t.d. fyrilestrar, hólmgongir, caféir, pallborðsfundir og tónleikaframførslur. Hugskotið kemur frá líknandi árligum tiltaki, ið byrjaði á Gotlandi í Svøríki. Tiltakið hevur eisini verið hildið á Bornholm í nøkur ár. Hetta tiltakið hevur verið væl vitjað á Bornholm. Í 2011 møttu 10.000 fólk upp frá Bornholm og restini av Danmark, og í 2012 møttu 27.000 fólk upp. Fólkafundurin verður fyriskipaður av Ólavi í Geil Guttesen, BA (hons), Jón Briani Hvidtfeldt, journalisti og Jóhannesi Miðskarð, PhD. Nokia. Nokia er ein finsk fyritøka, sum m.a. framleiðir fartelefonir. Nokia framleiðir umleið ein triðing av øllum fartelefonum í heiminum og er harvið ein av heimsins størstu framleiðarum av fartelefonum. Nokia eitur eftir finska býnum við sama navni, har fyritøkan varð stovnað í 1869. Tá var Nokia ein pappírsverksmiðja. Í 1898 fór Nokia í holt við at framleiða úr gummi, eitt nú gummistivlar og bildekk. Í dag framleiða tey fyrst og fremst fartelefonir, sjónvarp, parabolir osfr., men Nokia bjóðar eisini internet tænastur sum t.d. applikatiónir, spøl og tónleik umvegis Ovi. Nokia hevur umleið 122.000 fólk í starvi í 120 londum. Nokia hevur havt ein stóran part av heimsmarknaðinum fyri fartelefonir frá 1998 til 2012, men síðan smartphones komu á marknaðin, hevur Nokia havt afturgongd. Í 2012 hevur Samsung yvirhálað Nokia, tá talan er um sølu av fartelefonum. Nokia varð í 2012 næststørsti framleiðarin av fartelefonum við 22,5% av heimsmarknaðinum í fyrsta kvartali av 2012. Tað eru serliga Apple iPhone og Android smartphones frá Google, ið gera at Nokia ikki longur er mest selda merkið av fartelefonum. Pleiku Floghavn. Pleiku Floghavn (vjetnamesiskt: "Sân bay Pleiku") er ein flogvøllur í Pleiku, Gia Lai, Vjetnam. Lendingarbreytin er asfalterað og er 1817 metrar long. Undir Vjetnan-krígnum varð flogvøllurin nógv nýttur av amerikanska herinum og av suðurvjetnamesiska flogvápninum VNAF. Mykonos. Vindmyllurnar á Mykonos, sæð frá Lítla Venesia, sum er ein býarpartur í høvuðsstaðnum á oynni. Ein gøta í Hora (Mykonos býi). a> sigast at vera fødd á Delos. Øll oyggin er á listanum yvir mentanararv hjá UNESCO. Mykonos (Grikskt mál: Μύκονος / Mykonos) er ein oyggj í Grikkalandi. Mykonos liggur í oyggjabólkinum Kykladurnar (Κυκλάδες / Kyklades) millum oyggjarnar Tinos, Syros, Paros og Naxos. Í 2001 búðu 9,320 á oynni. Um summarið fleirfaldast talið av íbúgvum tó, tá nógv fólk koma frá fastlandinum og frá øðrum londum at arbeiða har hjá ymiskum ferðavinnuveitarum. Oyggin hevur eina vídd á 85,5 km2 og er 341 metrar høg á hægsta punkti. Um vit samanbera við eina føroyska oyggj á nøkulunda somu stødd, so er Borðoy 95 km2 og hægsta fjallið á Borðoy er 772 metrar høgt. Mykonos er ein ferðavinnuoyggj. Har koma umleið 750.000 ferðafólk hvørt summar. Har eru góðar stendur og í Mykonos býi eru nógvar barrir, matstovur, kaffistovur og handlar. Niðri í havnini eru kaffistovur. Nógv ferðamannaskip koma til Mykonos, tey leggja sum oftast ikki at sjálvari oynni, men liggja ankraði upp uttanfyri sjálva havnina. Grikkar sjálvir ferðast eisini til oynna, serliga fólk úr høvuðsstaðnum. Hildið verður, at náttarlívið og stendurnar á Mykonos eru millum tær kendastu í Evropa. Bygdir og hólmar. Yvirlit yvir bygdir á Mykonos, fyrst skriva við latínska alfabetinum og síðan á grikskum, fólkatalið stendur eftir bygdanavnið. Longst niðri eru hólmar, sum hoyra til Mykonos, harímillum er lítla oyggin Delos (Δήλος), har 14 fólk búgva. Á Delos eru sera nógv fornminni at finna. Pelekanurin Petros. Pelikanurin Petros er maskottur hjá Mykonos Petros var ein pelikanur, sum búði á oynni Mykonos frá 1958 til hann doyði í ferðsluvannlukku í 1985, tá hann varð yvirkoyrdur av einum bili. Petros kom til oynna, tá ein fiskimaður frá Mykonos fann tann særda pelikanin, tók hann við til oynna og røktaði hann til hann kom fyri seg aftur. Pelikanurin bleiv verandi á oynni líka til hann doyði 27 ár seinni. Hann gjørdist maskotturin hjá Mykonos. Fólk vóru sera hørm um at Petros bleiv yvirkoyrdur, men eftir at hann doyði hevur oyggin fingið ein nýggjan pelikan, sum fekk navið Irini. Tað var Jackie Kennedy-Onassis, sum gav oynni henda pelikanin. Ein djóragarður í Týsklandi hevur eisini givið Mykonos ein pelikan, hesin er uppkallaður eftir tí gamla Petros og eitur eisini Petros. Fyri nøkrum árum síðani hendi tað aftur, at ein fiskimaður fann ein særdan pelikan við strondina á oynni. Hesin bleiv eisini væl passaður og kom fyri seg aftur. Hann fekk síðan navnið Nikolas. Pussy Riot. Pussy Riot er ein russiskur feministiskur punkrokkbólkur. Bólkurin byrjaði í 2011. Hesin bólkur hevur fingið sera nógva umrøðu bæði í Russlandi og í nógvum øðrum londum, eftir at tær høvdu eina óalmenna konsert í einum katedrali í Moskva í mars 2012. Tríggjar av limunum í Pussy Riot blivu handtiknar og ákærdar fyri hoolinaismu. Tær hava biðið um umbering fyri at tær kanska hava fornermað trúgvandi fólk í Russlandi, tað var ikki tað sum var meiningin. Tað sum tær vildu var at vísa sína ónøgd við Putin, sum tá førdi valstríð til forsetavalið í Russlandi. Tær eru ímóti honum og hansara meiningum, og tað dylja tær ikki fyri. Tær sungu mótmælissangir móti Vladimir Putin inni í katedralinum, ein sonevnd punkbøn, og nú eru tær ákærdar eftir lógum, sum kunnu geva upp til 7 ára fongsul. Ákærin vil hava at tær skulu fáa trý ára fongsulsrevsing í part. Altjóða stuðul frá kendum tónleikarum. Red Hot Chilli Peppers, Sting, John Cale, Peter Gabriel, Faith No More, Alex Kapranos of Franz Ferdinand, Neil Tennant frá Pet Shop Boys, Patti Smith, Die Antwoord, Jarvis Cocker, Pete Townshend, The Joy Formidable, Peaches, Madonna, Genesis, Tegan and Sara, Johnny Marr, Iiro Rantala, Propagandhi, Anti-Flag, Corinne Bailey Rae, Kathleen Hanna, Björk, og Yoko Ono. Bretski skemtarin Stephen Fry hevur eisini víst sín stuðul til bólkin á sínum Twitter profili. Russiskt mál. Myrkablái liturin vísir tey økið, har russiskt er høvuðsmál, ljósablái liturin vísir tey øki, har russiskt er minnilutamál. Russiskt er indoevropeiskt, slaviskt mál, sum verður tosað m.a. í Russlandi, Hvítarusslandi, Kasakstan og Kirgisia. Russiskt er móðurmál hjá um 186.000.000 fólkum. Kyrilliska alfabetið. Í Russlandi og í øðrum londum, har russiskt er høvuðsmálið, brúka tey eina broytta versjón av tí kyrilliska alfabetinum. Tað eru 33 bókstavir í tí russiska alfabetinum. Katar. Katar ella Qatar (alment دولة قطر) er langt nes, sum gongur út í Persaflógva. Veðurlagið er heitt og turt, og næstan alt landið er oyðimørk. Oljuvinnan er høvuðsvinnan. Fyri ikki at hava púra eintáttað vinnulív og gerast ov bundin at oljuni, eru myndugleikarnir farnir at stuðla landbúnaði og fiskivinnu. Í 1940-árunum heittu smá oljulond sum Katar og Kuveit á fólk í øðrum londum í Miðeystri og í Asia at koma til sín at arbeiða í oljuvinnuni, ið vaks skjótt hesa tíðina, tí at teirra egna verkamegi var alt ov lítil. Í Katar eru til dømis fremmand verkafólk fjølmentari enn katarska fólkið. Forseti í emirríkinum Katar er síðan 2013 áttandi emir Tamim ibn Hamad Al Thani (تميم بن حمد بن خليفة آل ثاني). Hydra. Standmynd av Andreas Miaoulis (1768–1835) admiralur og politikari. Hydra (Grikskt mál: Ύδρα / Idra) er ein griksk oyggj, sum liggur í oyggjabólkinum Saronisku Oyggjarnar, sum liggja í Egearahavinum. Hesar oyggjar liggja tætt við Athen og við hálvoynna Peloponnes. Oyggin er 50 km2 til støddar og har búgva umleið 2500 fólk. Tey flestu búgva í høvuðsbýnum, sum eisini eitur Hydra. Aðrar bygdir á oynni eru: Mandraki (33 íbúgvar), Kamini, Vlychos (28), Palamidas (18), Episkopi og Molos (2). Ferðavinna er ein av týdningarmestu vinnunum á Hydra. Har er eingin flogvøllur, men skjóttgangandi bátar og ferðamannaskip sigla hvønn dag millum Pireus, sum er tætt við Athen, og Hydra. Fólk koma ofta eindags útferðir til Hydra. Ferjur sigla eisini til oyggjarnar Egina, Poros og Spetses og til býirnir Nafplion og Monemvasia á Pelopones. Hydra spældi ein stóran leiklut í frælsiskollveltingini í 1821, tá grikkar stríddist fyri at fáa eitt sjálvstøðugt Grikkaland. Landið hoyrdi tá til tað Osmanniska Ríkið. Tað búðu heili 16.000 fólk á Hydra undir frælsiskrígnum. Kend fólk. Listi við kendum fólkum sum antin eru av oynni Hydra ella hava búð har okkurt tíðarskeið. Pia Kjærsgaard. Pia Merete Kjærsgaard (f. 23. februar 1947 í Keypmannahavn) er ein danskur politikari. Hon stovnaði flokkin Dansk Folkeparti í 1995 saman við Kristian Thulesen Dahl, Ole Donner og Poul Nødgaard og hevur verið forkvinna í flokkinum í 17 ár (1995-2012) og hevur umboða flokkin á Fólkatinginum øll árini. Áðrenn hon stovnaði Dansk Folkeparti, var hon limur í Fremskridtspartiet, og hon sat á Fólkatinginum umboðandi Fremskridtspartiet tíðarskeiðið 1984-1995.Fyrstu ferð hon tók sæti á Fólkatingið var í 1984, tá hon tók sæti sum eykavald fyri Mogens Glistrup, sum fekk fongsulsdóm, og tí noyddist frá. Innanhýsis stríð í Fremskridtspartiet førdi til, at Pia Kjærsgaard fór úr flokkinum og saman við øðrum stovnaði nýggja flokkin Dansk Folkeparti, sum førdi ein høgravendan politikk og sum ynskti at stramma upp á útlendinga økinum. Kjærsgaard leggur frá sær sum forkvinna fyri Dansk Folkeparti í 2012, og hon peikar upp á Kristian Thulesen Dahl sum avloysara sín. 11. august 2012 kunnaði hon tingbólkin um avgerðina, sum bert fá hava vitað um hesar sjey mánaðirnar, meðan hetta hevur verið planlagt. Geoffrey Hughes. Geoffrey Hughes (2. februar 1944 – 27. juli 2012) var ein bretskur sjónleikari. Árini frá 1990 til 1995 hevði hann leiklutin sum tann dovni og forherðaði Onslow í sjónvarpsrøðini "Fínt Skal Tað Vera", og føroyingar komu at kenna Onslow væl, tí sendirøðin hevur verið nógv at sæð í føroyskum sjónvarpi. Hughes vaks upp í Liverpool, men búði seinastu tíðina av lívi sínum á Isle of Wight. Sjónleikarin Hughes, sum føroyingar kenna best sum Onslow í "Fínt Skal Tað Vera", doyði fríggjakvøldið 27. juli 2012. Geoffrey Hughes var 68 ára gamal og doyði av krabbameini í prostata. Hann hevur í longri tíð stríðst ímóti sjúkuni, sum nú fekk takið á honum. Hann hevur seinastu trý árini fingið viðgerð fyri krabbamein í Portsmouth, men hann gjørdist ongantíð frískur. Manhattan. Eyðkent fyri Manhattan eru skýskravararnir, sum mangir eru hægri enn 300 m. Manhattan, miðbýurin í New York City, stendur á lítlari oyggj millum áirnar Hudson, "East River" og "Harlem River" í New York. Manhattan er ein oyggj og er bara ein minni partur av New York. Hon er 59,47 ferkilometrar til víddar, og her búgva umleið 1,7 milliónir menniskju. Skopelos. Skopelos býur við teimum eyðkendu hvítu húsunum við reyðum taki Ein av smølu gøtunum í Skopelos býi. Skopelos (Grikst mál: Σκόπελος) er ein oyggj í Grikkalandi. Hon liggur í oyggjabólkinum Sporadurnar (Σποράδες / Sporades), eystarnfyri landslutin Thessalia á fastlandinum, í ein landnyrðing av næststørstu oynni, Evvia og millum tvær aðrar Sporaduoyggjar Skiathos og Alonissos. Skopelos er 95 km2 til víddar, eitt sindur størri enn Mykonos (85 km²) og Santorini (73 km²). Um vit samanbera við eina føroyska oyggj, so er Skopelos á stødd við Borðoy, sum er 95 km2. Á Skopelos eru tvey fjøll, ið eru hægri enn 500 metrar. Delfi sum er mitt á oynni er 681 metrar høgt, hitt fjallið er Palouki, tað er í landsynningshorninum á oynni og er 546 metrar høgt. Fleiri brot úr filminum Mamma Mia! vórðu tikin upp á Skopelos. Hetta hevur ført við sær, at ferðafólkatalið til oynna vaks munandi í tíðini eftir at filmurin varð vístur. Søga. Søgnin sigur, at Skopelos bleiv til av Stafylos (merkir víndrúva á grikskum), sum var ein av synunum hjá gudinum Dionysos og prinsessu Ariadne av Kreta. Í fornøldini varð oyggin nevnd Peparethos. Seint í bronsuøldini varð oyggin bygd av kretensarum, sum fóru at dyrka vín á oynni. Kanska er tað orsakað av hesi søgnini, at oyggin gjørdist kend í antikku øldini fyri sítt vín. Sjónleikurin Filoktetes, sum fyrst og fremst varð framførdur á Dionysosfestivalinum í 409 f.kr. av Sofokles, snúði seg m.a. um ein vínkeypmann, sum viltist, tá hann skuldi til «Peparethos – rikt við drúvum og víni». Í 1936 var útgrevstur í Stafylos/Velanio økinum á Skopelos, og har funnu tey eina kongagrøv frá Mykenskari tíð. Oyggin hoyrdi eitt stytri tíðarskeið til býstatin Khalkis á Euboea (Evvia), tað var umleið ár 700-tallet f.kr. Skopelos gjørdist partur av tí fyrsta grikska lýðveldinum eftir at London-skjalið góðkendi teirra suverenitet, fyrst í 1830 og síðan aftur í 1832, tá Grikkaland endaliga varð viðurkent sum sjálvstøðugur statur og gjørdist kongaríki. Orsakað av juli-kollveltingini í Fraklandi, varð skjalið frá 1830 ikki fullført. Undir seinna heimsbardaga bleiv Skopelos fyrst hersett av Italia (juni 1941 – september 1943) og síðan av Tysklandi (september 1943 – oktober 1944). Skopelos og restin av Grikkalandi vendi aftur til eina demokratiska stýrisskipan í 1944. Innlendismálaráðið. Innlendismálaráðið var eitt av aðalráðunum í Føroyum, tað var fyrisiting hjá landsstýrismanninum í innlendismálum til 2013, tá tað varð niðurlagt. Ráðið var skipað í fýra fakøkir: lógarmál, kommunumál, náttúrumál og samferðslumál. Missiónin hjá Innlendismálaráðnum var at veita landsstýrismanninum ráð, tryggja haldgott grundarlag og at gera hugskot til veruleika. Innlendismálaráðið umsat tey málsøki, ið løgmaður sambært málsbýtisfráboðanini hevði lagt til ráðið at umsita. Hesi eru løgmál, dómsmál, kommunumál, tó ikki fíggjarliga eftirlitið við kommunum, val, sivilrættarmál, persónsupplýsingarmál, navnamál, útlendingamál, umhvørvis- og náttúruverndarmál, matrikuleringamál, tinglýsingarmál, økismenningarmál, útoyggjamál og samferðslumál; tó ikki mál viðvíkjandi Strandferðsluni. Innlendismálaráðið røkti portalin "Kunngerðaportalurin" og hevði ábyrgdina av innihaldinum í honum. Innlendismálaráðharrar í Føroyum. Innlendismálaráðharrin var ein av ráðharrasessunum í føroyska landsstýrinum frá 2004 til ráðið varð niðurlagt í 2013. Listi yvir borgarstjórar í Hvalbiar kommunu. Liste over borgarstjórar í Hvalbiar kommunu í Føroyum. Slóðir úteftir. Hvalba Listi yvir borgarstjórar í Sumbiar kommunu. Listi yvir borgarstjórar í Sumbiar kommunu í Føroyum. Sumba Listi yvir borgarstjórar í Tvøroyrar kommunu. Listi yvir borgarstjórar í Tvøroyrar kommunu í Føroyum. Tvøroyri Norðoya Sparikassi. Norðoya Sparikassi er ein sparikassi við høvuðssæti í Klaksvík. Norðoya Sparikassi er triðstørsti peningastovnur í Føroyum eftir BankNordik og Betri Banka, og er einasti føroyski sparikassi eftir at Suðuroyar Sparikassi varð skipaður til banka í 2006. Norðoya Sparikassi hevur í dag tríggjar deildir: 1 í Klaksvík (høvuðssæti), 1 í Tórshavn og 1 í Fuglafirði. Marner Mortensen er stjóri í Norðoya Sparikassa. Søgan. Norðoya Sparikassi var stovnaður tann 24. september 1919. Sparikassin var fyrsti ábyrgdarsparikassi í Føroyum. Fyrstu tíðina húsaðist Norðoya Sparikassi í ymsum bygningum í Klaksvík, í sýslumanshúsunum, í Hvíthúsi og í "Gamla Skúla", ið var nýggjur tá. Tann 11. juni 1928 var byrjað at byggja eyðkenda grótbygningin hjá Norðoya Sparikassa. Flutt var inn í bygningin móti ársenda 1928. Bygningurin varð útbygdur árini 1948-1951, eins og hann varð útbygdur seinni. Deildir vórðu lætnar upp í Leirvík í 1965, í Norðdepli í 1967, á Viðareiði í 1972, við Klaksvíksvegin í Klaksvík 1982 og við Stangavegin í Klaksvík í 1993. Sparikassin valdi síðan aftur at miðsavna norðurøkið til høvuðsdeildina. Deildirnar í Klaksvík lótu aftur í ávíkavist 2001 og 2004, í Norðdepli og á Viðareiði lótu deildirnar aftur í 2005, og deildin í Leirvík læt aftur í 2009. Norðoya Sparikassi læt upp tríggjar aðrar deildir, í 2006 í Saltangará, í 2007 í Tórshavn, og nýggjasta deildin læt upp í 2013 í Fuglafirði. Í 2015 valdi Sparikassin at miðsavna Eysturoyarøkið í Fuglafirði og læt aftur í Saltangará. Virksemi sparikassans er økt munandi og fevnir í dag um alt frá peningastovnsvirksemi til privatkundar, eins og sparikassin, eftir at banka- og sparikassalógin varð broytt í 1994, eisini fíggjar ein part av vinnulívinum. Norðoya Sparikassi er í dag elsti peningastovnurin í landinum, og starvast uml. 50 starvsfólk í Norðoya Sparikassa. Sí eisini. Stjórar í Norðoya Sparikassa Listi yvir borgarstjórar í Klaksvíkar kommunu. Listi yvir borgarstjórar í Klaksvíkar kommunu í Føroyum. Keldur. Klaksvík Listi yvir borgarstjórar í Runavíkar kommunu. Listi yvir borgarstjórar í Runavíkar kommunu í Føroyum. Slóðir úteftir. Runavík Listi yvir borgarstjórar í Sands kommunu. Listi yvir borgarstjórar í Sands kommunu í Føroyum. Keldur. Sands kommuna Listi yvir borgarstjórar í Vestmanna kommunu. Listi yvir borgarstjórar í Vestmanna kommunu í Føroyum. Vestmanna Listi yvir borgarstjórar í Sørvágs kommunu. Listi yvir borgarstjórar í Sørvágs kommunu í Føroyum. Sørvágur Listi yvir borgarstjórar í Eiðis kommunu. Listi yvir borgarstjórar í Eiðis kommuna í Føroyum. Slóðir úteftir. Eiði Listi yvir borgarstjórar í Fugloyar kommunu. Listi yvir borgarstjórar í Fugloyar kommunu í Føroyum. Fugloy Listi yvir borgarstjórar í Húsa kommunu. Listi yvir bygdarráðsformenn í Húsa kommunu í Føroyum. Húsa kommuna Listi yvir borgarstjórar í Skúvoyar kommunu. Listi yvir bygdarráðsformenn í Skúvoyar kommunu í Føroyum. Skúvoy Listi yvir borgarstjórar í Viðareiðis kommunu. Listi yvir borgarstjórar í Viðareiðis kommunu í Føroyum. Viðareiði Listi yvir borgarstjórar í Miðvágs kommunu. Listi yvir borgarstjórar í Miðvágs kommunu í Føroyum. Miðvágs kommuna legði saman við Sandavágs kommunu, nýggja kommunan eitur Vága kommuna. Miðvágs kommuna Listi yvir borgarstjórar í Nes kommunu. Listi yvir borgarstjórar í Nes kommunu í Føroyum. Nes kommuna Listi yvir borgarstjórar í Sjóvar kommunu. Listi yvir bygdarráðsformenn í Sjóvar kommunu í Føroyum. Sjóvar kommuna Listi yvir borgarstjórar í Hvannasunds kommunu. Listi yvir bygdarráðsformenn í Hvannasunds kommunu í Føroyum. Keldur. Hvannasund Lesoto. Kongsveldið Lesoto (enskt: "Kingdom of Lesotho", sesotho "Muso oa Lesotho") inni í Suðurafrika, er fjallaland, og tað er einasta land í Afrika, har alt lendið er hægri enn 1000 metrar oman sjóvar. 1. juli 2013 var fólkatalið 1,936,181 í Lesoto. Búskapur. Á skúla í Lesoto. Fíggjarliga støðan í landinum ger tað tórført hjá nógvum børnum at sleppa í skúla. Hóast Lesotho er eitt av minstu londunum í heiminum, bert 30 000 ferkilometrar til støddar, eru trupulleikarnir í landinum ómetaliga stórir. Høvuðsorsøkirnar til vánaligu støðuna eru nógvu tilburðirnir av eyðkvæmi, føðslutrot og fátækradømi. Harafturat eru inntøkurnar hjá stjórnini minkaðar nógv seinastu árini orsakað av altjóða fíggjarkreppuni. Landið er millum tey minst mentu londini í heiminum og sambært Global Hunger Index er føðslustøðan í landinum álvarsom. Heimsmatvørufelagsskapin WFP hevur arbeitt í landinum síðani 1965 og samstarvar við stjórnina í Lesoto um at veita skúlanæmingum tvær ókeypis máltíðir um dagin. Familjurnar eru illa fyri fíggjarliga, og børnini verða tí noydd at arbeiða ístaðin fyri at ganga í skúla. Stjórnin í Lesotho hevur sett sær sum aðalmál at minka um hungurin í landinum og hevur somuleiðis nýtt nógva orku seinastu árini at økja um atgongdina til útbúgving. Fíggjarliga støðan í landinum ger tað tórført hjá nógvum børnum at sleppa í skúla. Týdningarmesta tilfeingið er vatn; síðst í 1990-árunum var byrja at byggja stóra vatnorkuverkætlan, ið enn er í gerð, við tí endamálið at gera Lesoto sjálvbjargið við ravmagni og selja Suðurafrika nógv vatn. Til hon er liðug er Lesoto búskaparliga bundið at ríka grannalandi sínum. Væl ber til at halda geitir í hálendinum í Lesoto. Mest hava teir angorageitir, tí at angoraull er nógv eftirspurd, bæði til klæði og annan vevnað. Dar es Salaam. Dar es Salaam er størsti býur og týdningarmesti havabýur í Tansania. Býurin hevur fyrr itið Mzizima. Hann var høvuðsstaður landsins, til Dodoma gjørdist høvuðsstaður í 1973. Tað almenna fólkatalið í Dar es Salaam er umleið 4,3 milliónir (2012), men harafturat eru nógv túsund fólk, sum ikki eru skrásett nakrastaðni. Býurin er handilsmiðdepil í Tansania, og meginparturin av útflutningi landsins verður avskipaður haðan. Tað eru nógv ídnaðarvirki í býnum, og nógv ferðafólk vitjar hagar á hvørjum ári. Usain Bolt. Usain Bolt á Summar-OL 2012 Usain Bolt (føddur 21. august 1986 á Jamaika) verður av nógvum mettur at vera heimsins skjótasti sprintarin (rennari á styttri teinum) nakrantíð. Hann er í løtuni (2012) heimsins skjótasti rennari á 100 metra, 200 metra og 4 x 100 metra teininum (saman við 3 øðrum). Hann er tann fyrsti sum hevur sligið heimsmet í bæði 100 metrum og 200 metrum hjá monnum. Hann endurvann gull á bæði 100 og 200 metra teininum hjá monnum í renning, og tað førdi til, at hann er tann fyrsta persónurin í søguni sum hevur megnað at endurvinna tvey gull heiðursmerki tvey OL á rað í somu kappingum. Hann er eisini tann persónurin úr Jamaika, sum hevur vunnið flest OL gull heiðursmerki. Á OL í London vann hann eisini gull í 4 x 100 metrar renning hjá monnum, og harumframt settu teir eisini heimsmet. Tá hann rann 200 metrar á OL eydnaðist tað trimum jamaikanarum at vinna øll trý heiðursmerkini, Bolt vann gull, Yohan Blake fekk silvur og Warren Weir fekk bronsu, bara amerikumenn høvdu klárað tað fyrr, at vinna øll trý heiðursmerkini á OL í somu kapping. Bolt vann heimsmeistarakappingina í 2011 á teinunum 100 metrar, 200 metrar og 4 x 100 metrar stafett. Kring Føroyar. Kring Føroyar, eisini nevnt Volvo Kring Føroyar, Effo Kring Føroyar og áðrenn tað Statoil Kring Føroyar er ein súkklukapping í Føroyum, har súkkla verður kring oyggjarnar í juli mánað. Í 2012 fór kappingin fram 20. til 22. juli. Kappingin byrjaði á fyrsta sinni í 1996, men tann kappingin var ikki almenn, tann almenna Kring Føroyar súkklukappingin byrjaði í 1997 og hevur verið hildin næstan hvørt ár síðan tá. Súkklarar úr øðrum londum hava eisini luttikið og eitt nú hava súkkarar úr Danmark og Íslandi vunnið kappingin fleiri ferðir. Teir føroyingar ið hava vunnið kappingina eru: Bogi Kristiansen, Rógvi Johansen og Torkil Veyhe, meðan Gunnar Dahl-Olsen og Guðmundur Joensen hava verið nummar tvey ella trý fleiri ferðir. Torkil Veyhe hevur vunnið kappingina oftast, hann hevur vunnið hana fimm ferðir. Dodoma. Dodoma er høvuðsstaður í Tansania í Eysturafrika. Dar es Salaam var høvuðsstaður landsins, til Dodoma gjørdist høvuðsstaður í 1973. Dodoma er miðskeiðis í landinum á Dodoma-háslætta í 1120 metra hædd. Fólkatalið var 324 347 við ársbyrjan 2002. Georgiskt mál. "Kartuli" (Georgiskt) skrivað við georgiska alfabetinum Georgiskt mál er høvuðsmálið í asiatiska landinum Georgia og verður tosað av teimum 4 milljónunum (2013), sum búgva har og av teimum umleið hálvu milljónini av georgiarum, ið búgva í øðrum londum. Georgiskar dialektir. Tað eru fleiri ymiskar dialektir av georgiskum: Imeretiskt, Racha-Lechkhumiskt, Gurianskt, Adjarianskt, Imerkheviskt (í Turkalandi), Kartliskt, Kakhetiskt, Saingilo (í Aserbadjan), Tushetiskt, Khevsurskt, Kheviskt, Pshaviskt, Fereydanskt í Fereydunshahr og Fereydan, Mtiuletiskt, Meskhetiskt. Athos. Athos (grikskt): Όρος Άθως (Oros Athos)er eitt fjall og ein hálvoyggj í Makedónia í Grikkalandi. Athos er á listanum yvir heimsarvar hjá UNESCO (World Heritage Sites). Athos er eisini ein sjálvstýrandi tjóð í tí griksku tjóðini. Her eru 20 orthodoks klostur á Athos, sum hoyra beinleiðis undir økið hjá patriarkinum í Konstantinopel. Í dag nevna grikkar Fjallið Athos fyri Agion Oros (á grikskum: Άγιον Όρος), sum merkir Heilaga Fjallið. Bert menn sleppa at búgva har. Athos bleiv stovnað í 963 og er eitt sjálvstøðugt land, sum formliga hoyrir undir Grikkaland. Í 2001 var fólkatalið á Athos 2.262. Í einstøkum klostrum búgva fyrst og fremst munkar úr Russlandi, Serbia, Bulgaria og Rumenia. Jarðfrøði, søga og atgongd til hálvoynna. Hálvoyggin Athos er tann triði "armurin" á hálvoynni Halkidiki. Hálvoyggin er 50 metrar long og gongur suður og norður, breiddin er millum 7 og 12 kilometrar. Hálvoyggin Athos er 335,6 km2 til støddar. Fjallið Athos er 2.033 metrar høgt. Havið kring Athos kann vera sera vandamikið at sigla á. Í fornu griksku søguni eru søgur um tveir skipaflotar, sum gingu burtur við Athos. Í 492 á.Kr. misti Darius, kongur av Persi, 300 skip undir Mardonius generali (Herodotus "Histories" book VI (Erato), Aeschylus "The Persians"). Í 411 á.Kr. mistu spartanarar ein flota við 50 skipum undir admiral Epicleas. (Diodorus Siculus, "Bibliotheca historica" XIII 41, 1–3). Sjálvt um hálvoyggin er landføst við Grikkaland, so ber bert til at koma til staðið við báti. Har eru tvær stórar ferjur, Agios Panteleimon og Axion Estin, sum sigla dagliga, um veðrið loyvir tí, millum Ouranoupolis og Dafni. Á vegnum leggja skipini at við nøkur klostur á vestustrondini. Har er eisini ein minni skjóttgangandi bátur, Agia Anna, sum siglir beinleiðis uttan støðg. Atgongdin til Athos er avmarkað, og menn skulu søkja um loyvi at sleppa til hálvoynna Athos, og so kunnu teir fáa loyvi eitt avmarkað tíðarskeið, men bert menn sum eru limir í eysturortoksu kirkjuni kunnu fáa loyvi til at búgva á staðnum, og tá kunnu teir virka har antin sum munkar ella sum arbeiðsmenn. Kreta. Kreta er størsta oyggin í Grikkalandi Kreta (Grikskt mál:Κρήτη / Kriti) er ein oyggj í Grikkalandi. Hon er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin í Grikkalandi, í 2011 búðu 621.340 fólk har. Kreta er 5. størsta oyggj í Miðjarhavinum. Kreta er eitt av 13 fyrisitingarligum økjum í Grikkalandi. Kreta var miðdepil fyri Minoiska mentan umleið 2700–1420 á.Kr., tað var tann fyrsta framkomna mentanin í Evropa, sum m.a. gjørdi tey fyrstu slottini í Evropa. Kreta liggur millum Egearahavið, sum er fyri norðan, og Libiska havið, sum er fyri sunnan. Kreta strekkir seg yvir 260 km frá vestara til eystara endan av oynni, hon er 60 km breið (suður/norður) á breiðasta staðnum og bert 12 km á tí smalasta staðnum, sum er tætt við Ierapetra. Kreta er 8.336 km2 til støddar, strandalinjan er 1.046 km. Kreta liggur umleið 160 km sunnanfyri grikska meginlandið. Fjøll og dalar. Hesi fjøllini hava givið Kreta dalar, so sum Amari Dalurin, fruktagóða jørð sum t.d. Lasithi Víddirnar, Omalos og Nidha; holur, so sum Diktaion og Idaion (føðistaðið hjá tí forna grikska gudinum Zeus); og nakrar gjáir. Mentan. Kreta hevur sína serligu dialekt, sum líkist frá málinum, sum verður tosað á fastlandinum, tey brúka serlig orð sum bert verða brúkt á Kreta, og úttalan er eisini serlig, t.d. hava tey nøkulunda sama ki (kji) ljóði, sum vit hava á føroyskum. Á Kreta hava tey eisini sítt egna slag av skaldskapi, yrkingar sum verð navndar "Mantinades". Kreta er kent fyri sín serliga mantinades tónleik, har tey serliga brúka ljóðførini kretensisk lyra og laouto. Kretensarar hava eisini teirra egnu fólkadansir, mest kendur er Pentozali. Í nýggjari tíð hava rithøvundar av Kreta havt stóran týdning fyri grikskan skaldskap. Vikentios Kornaros, skrivaði eina episka romansu Erotokritos í 17. øld (Grikskt mál: Ερωτόκριτος), og í 20. øld gjørdist Nikos Kazantzakis ein sera kendur rithøvundur, hann hevur t.d. skrivað Zorba the Greek, sum seinni bleiv filmatiserað. Í renesansuni var Kreta heimstaður fyri tí kretensiska skúlanum fyri ikon málningalist, sum seinni ávirkaði El Greco og gjøgnum hann ávirkaði málningalist í Evropa. Suðuroyar Sparikassi. Petursplássið við Suðuroyar Sparikassa í Vági, tað læt upp 21. juni 2012. Standmyndin er av Petur Dahl, sum var við til at stovna Suðuroyar Sparikassa í 1943, hann var stjóri har 1944-1980. Kirkjukórið Ljómur syngur. Suðuroyar Sparikassi er ein banki við høvuðssæti í Vági í Suðuroynni. Suðuroyar Sparikassi er minsti peningastovnur í Føroyum. Suðuroyar Sparikassi hevur í dag tvær deildir: 1 í Vági (høvuðssæti) og 1 í Tórshavn. 17 ársverk vóru í sparikassanum í 2011. Fíggjarjavnin hjá Suðuroyar Sparikassa var 700 mió. kr. við ársenda 2011, harav útlán vóru fyri 478 mió.kr. Søren L. Bruhn er stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Søgan. Suðuroyar Sparikassi varð stovnaður 20. mars 1943, og fór hann undir virksemi sítt 1. oktober 1943. Oddamaðurin at stovna Suðuroyar Sparikassa var Petur Dahl á Gørðunum. Ætlanin var upprunaliga at fáa ein banka at opna eina deild í Vági, men hetta var av ongum, og tí var avgjørt at stovna ein sparikassa ístaðin. Fyrsti stjórin var Peter Dahl (1911-1996), ið var stjóri frá bankin læt upp í 1943 og til 1980. Nógvu fyrstu árini var bara deild í Vági, men í 1985 var opnað deild í Porkeri, í 1998 í Tórshavn og í 2006 á Tvøroyri. Deildirnar í Porkeri og Tvøroyri eru tó seinni latnar aftur, so at í dag eru bara deildir í Vági og Tórshavn. Fram til 2006 var Suðuroyar Sparikassi skipaður sum ein sparikassi, men síðani 2006 hevur hann verið skipaður sum banki ístaðin. Stjórar í Suðuroyar Sparikassa. Mikkjal Sørensen var stjóri í Suðuroyar Sparikassa 1985-2005. Peloponnes. Fylgisveinamynd av Pelopennes. Nøvn eru sett á landspartar. Korinth Veitin, sum skilir Pelopones frá tí norðara meginlandinum. Peloponnes (Grikskt mál: Πελοπόννησος / "Peloponnisos") er ein hálvoyggj í Grikkalandi, sum er syðri helmingur av fastlandinum. Hálvoyggin er 21.549 km² til støddar, har búgva umleið 1.000.000 fólk. Peloponnes er bundin saman við norðara part av meginlandinum í Grikkalandi við einum 6,3 km breiðum tanga. Í 1893 bleiv ein kanal gjørd gjøgnum henda Korinttangan, veitin verður nevnd Kortinth Veitin (Korinth Kanalin). Hálvoyggin eitur eftir einari hetju, Pelops, sum er nevndu í einari søgn. Rómverjar nevndu hálvoynna Akhaia, tað navnið livir víðari við tað at tann norðast landsluturin eitur Akhaia. Í Miðøld varð hálvoyggin nevnd Morea, hildið verður at navnið sipar til at hálvoyggin á kortinum líkist einum morberjablaði. Kykladurnar. Kykladurnar (Grikskt mál: Κυκλάδες / Kyklades) eru ein oyggjabólkur í Grikkalandi. Oyggjarnar eru í ein landsynning frá meginøkinum. Grikska navnið Kyklades sipar til oyggjarnar sum liggja "rundan um" (κυκλάς) heilagu oynna Delos. Tað eru umleið 220 oyggja og hólmar í oyggjabólkinum. Oyggjarnar liggja í Egearahavinum. Grikska kettuslagið Egeiska kettan, kemur upprunaliga frá Kykladunum. Kykladurnar vóru fyrr ein fyrisiting eind. Ermoupoli á oynni Syros er høvuðsstaður í Kykladunum og var fyrisitingarmiðdepil, tá Kykladurnar vóru eitt prefektorat. Oyggjarnar eru fjallatoppar av einum størri landøkið, sum er sokkin í havið, uttan tvær av oyggjunum, Santorini og Milos, sum eru av vulkanskum uppruna. Jørðin er ikki serliga fruktagóð á Kykladunum, burtursæð frá á størstu oynni Naksos. Á oyggjunum dyrka tey m.a. víndrúvur, frukt, hveiti, oljuber og tubbak. Veðurlagið er turt og milt. Um summarið er ofta vatnmangul á fleiri av oyggjunum, og vatn má tá flytast við tangaskipum til oyggjarnar. Ferðavinna spælir ein stóran leiklut á fleiri av oyggjunum. Kykladumentanin var til seint í steinøldini og tíðliga í bronsuøldini, longu áðrenn tann Minoiska mentanin blómaði mitt í bronsuøldini á Kreta. Niger. Tjóðveldið Niger (alment franskt heiti "République du Niger") er eitt stórt land í Vesturafrika. Niger er eitt av fátækastu londunum í heiminum, og er í løtuni á markinum til hungursneyð. Tey flestu av teimum stívliga 16 milliónum fólkunum í Niger búgva í turra Sahellendinum, ið gongur sum ein smalur geiri tvørtur um syðra part í landinum. Norðan fyri Sahel er stóra og ómilda Sahara, har tuaregarnir búgva. Stóra landið Niger er umgyrt av øðrum londum og hevur ikki mark út ímóti sjónum. Niger hevur mark við Algeria og Libya í norðri, Mali og Burkina Faso í vestri, Benin og Nigeria í suðri og Kjad í eystri. Søga. Í Nildalinum og við Nigeránna hava menn í 4000 ár velt korn. Hetta vísir okkum, at meðan ísøldin ráddi í Evropa, og har var fátt við fólk, var í Vesturafrika eitt yðjandi lív av fólki, sum dugdi m.a. at velta jørðina, smíðja jarn, gera vakrar lutir og málningar. Búskapur. Í Niger búgva umleið 16 mió. fólk og landið er mett at vera heimsins næstfátækasta land. 61 % av fólkinum livir undir fátækramarkinum, ið er 1 USA-dollari um dagin. Týdningarmesta samferðsluleið er Nigerá, ið er einasta stóra á í landinum. Lítið annað náttúrutilfeingi enn uran er í Niger. Tað veitti landinum góða inntøku í 1980-árunum. Landbúnaður. Hóast stjórnin hevur roynt, hevur kortini ikki eydnast enn at gera landið sjálvbjargið til mat. Nógvir pengar hava verið brúktir og nógv arbeiði gjørt til tess at fáa landbúnaðin at geva meira av sær. Flestu fólk eru kortini fátæk og lívbjarga sær við at halda húsdýr ella dyrka jørðina í tí lítla lendi, ið er nýtiligt til landbúnaðarlendi. Tey allarflestu, umleið níggju av tíggju fólkum hava bara jørðina at lita á. Ikki er hugsingur um at velta, fyrr enn komið er so langt suður, at miðalavfallið fer upp um 300 mm. um árið ella meira. Regnar ikki, noyðist landið at keypa korn. Nógvastaðni á búnaðarlendinum búgva bøndur, sum hava nógv neyt. Á hvørjum ári floymir Nigerá upp um áarbakkarnar. Tað ið áin minkar aftur, kvíka bøndurnir sær at sáa rís, grønmeti, jarðnøtir, korn og bummull í nýtaðaðu og fruktagóðu jørðina, ið hevur staðið undir í vatni. Lendið fram við Nigerá er eisini beiti hjá neytum og øðrum húsdýrum. Landafrøði. Landið Niger er gott og væl til støddar sum tey skandinavisku londini. Tað liggur millum Kjad og Mali í Vesturafrika. Meginparturin av Niger er ónýtt oyðimørk ella turr og svidnað hálvgum oyðimørk. Íbúgvarnir, góðar 16 milliónir í tali, búgva fyri tað mesta har suðuri í landinum. Har norðuri eru oyðimørk og hálvgumoyðimørk, sum eru næstan 60 % av landsins vídd. Turkur. Tíðarskeiðið 1969 til 1973 var óvanliga turt, og um tað mundið og nakað seinni mistu bøndurnir í Niger 7 av hvørjum 10 oksum. Onkustaðni hóraði bert ein einasti av hvørjum 10. Longu í 1982 var neytatalið tó vorðið tað sama sum fyri tey turru árini. Hetta er gamla lagið hjá neytabøndunum. Hvørja ferð turkurin hevur fingið sín part av skipanini, skunda teir sær at seta við av nýggjum. Og roynt verður at fáa fleiri neyt, enn teir høvdu fyri turkin. So hava teir nakað niður fyri næstu ferð, turkur verður. Onnur orsøk til, at neytatalið veksur, er vaksandi íbúgvatalið. Tess meira fólk, tess meira neyt. Íbúgvavøksturin er 3,63 % um árið. Hetta er ein tann skjótasti vøksturin í øllum Afrika. Íbúgvatalið verður tvífaldað eftir bara 20 árum. Henda brádliga viðsetingin av fenaði hevur borið í sær, at jørðildið hvørvur. Hetta fyribrigdið verður á fremmandum máli rópt "erosjón". Turkurin, sum javnan hevur verið í Norðurniger síðstu árini, hevur gjørt, at mangir tuaregar hava mist fenað sín og liva ikki longur sum flakkfólk. Mangir eru farnir suðureftir at fáa mat og arbeiði. Nú tuaregar eru vorðnir búfastir, eru summir teirra farnir at stríðast fyri, at teir skulu hava egið ríki. Djóralívið. Oyðimarkar-antilopur, sum til dømis addaksurin, stendur seg í økjum, sum ikki føða húsdýr. Tað eggjahvítaevnið, tær útvega oyðimarkarfólki, er av stórum týdningi. Til tess at verja addaksin, svørðoryksin og mong gasellu sløg, sum halda til á turrlendi, hevur stjórnin í Niger í samstarvi við Heimsnáttúruverndargrunnin sett upp eitt ovurstórt friðøki í oyðimørkini, so tey nevndu dýrini fáa skjól og trívast. Brennievni. Fólki tørvar okkurt til brenni, eru tey køld ella ætla at matgera, og ikki minst tí er oyðimørkin í vøkstri í Niger. Gamalt er at nýta træ ella trækol. At kalla ongar aðrar orkukeldur eru her um leiðir. Tá ið fólkatalið veksur, verður gravgangurin eftir brenniviði enn størri. Onkustaðni í Niger mugu kvinnurnar ganga upp í 50 km. eftir brenni. Asnar verða havdir at reiða brenni. Ungu trøini, plantað ella sjálvsádd, røkka ikki líkinda hædd, tá ið tey verða feld. Hetta er ein tann mesti vandin har hálvgum oyðimørk er. Saman við tí, at geit og neyt bíta grasið í rót, er viðjatørvurin til brenni orsøkin til, at náttúran verður avlagað. Tá verður eisini beint fyri lívskor teirra, sum búgva har. At eingi trø eru, er meint fyri smáídnaðin, tí viðurin er orkukeldan. At oyðimørkin otar seg fram, er sorgarleikur hjá teimum fólkum, ið verða beinleiðis rámt av hesari náttúruvanlukku. Naksos. Naksos (Grikskt mál: Νάξος) er ein oyggj í Grikkalandi. Oyggin er tann størsta í oyggjabólkinum Kykladunum við 429 km2 í Egearahavinum. Har eru tvær kommunur á Naksos Naksos og Drymalia. Tann størsti býurin og høvuðsstaðurin á oynni er Chora ella Naxos býur, við 6.533 íbúgvum (2001). Tær størru bygdirnar eru: Filoti, Apiranthos, Vivlos, Agios Arsenios, Koronos og Glinado. Naksos er ein vælumtókt ferðavinnu oyggj við lætt atkomuligum støðum við foraldarminnum. Har eru góðar strendur, tær flestu eru tætt við høvuðsbýin, nevnast kunnu Agia Anna, Agios Prokopios, Alikos, Kastraki, Mikri Vigla, Plaka og Agios Georgios. Naksos er tann mest fruktagóða oyggin av Kykladuoyggjunum. Har er nokk av vatnið, eisini tá tað er vatnmangul á grannaoyggjunum. Zeus Fjallið (1003 metrar) er tað hægsta í Kykladunum, tað sær út til at tað ger at tað regnar meira á Naksos enn á hinum oyggjunum. Hetta merkir, at landbúnaður er ein týdningamikil vinna á Naksos, avgrøðirnar eru ymisk sløg av frukt og grønmeti, og neytahald er eisini á oynni. Naksos er tann av Kykladuoyggjunum, sum klárar best at framleiða til egið brúk. Naksos er kent fyri síni eplir í restini av Grikkalandi. Libya. Libya (arábiskt ليبيا) er triðstørsta land í Afrika. Arábisku hertøkurnar í 7. øld og 11. øld hava sett sjónlig merki eftir seg í Libya. Arábar gjørdust brátt fjølmentari enn upprunafólkið, berbar, sum gjørdu uppreistur ímóti nýggju valdsharrum sínum. Arábar settu skjótt bæði mál sítt (arábiskt) og átrúnað sín (islam) í gildi í Libya. Libya hevur mark við Tunesia og Algeria í vestri, Niger og Kjad í suðri, og Egyptaland og Sudan í eystri. Søga. Upp ígjøgnum tíðirnar hevur tað staðið undir rómverskum, býsantinskum, arábiskum og turkiskum yvirvaldi, og frá 1911 til 1943 var Libya italskt hjáland. Mong fornminni eru í Libya úr teirri tíðini, tá ið landið var undir fremmandum yvirvaldi. Har eru m.a. ein av best varðveittu rómversku toftunum í Norðurafrika, fornaldarbýurin Leptis Magna við torgi, vatnleiðing og uttanduraleikpalli. Fønikar bygdu havnabýin um 800 f.Kr., og gjørdist hann miðdepil í handlinum við Afrika. Seinni varð hann partur í Rómverjaríki, til arábisku innrásina í 7. øld., tá ið býurin fór til grundar. Libya varð fyrsta land í Afrika, sum fekk sjálvstýri eftir annan heimsbardaga. Tað varð í 1951. Landafrøði. Við Miðjarðarhavsstrondina ímillum Egyptaland og Algeria er triðstørsta land í Afrika, Libya. Um 90 % av landinum er oyðimørk, so at bara ein smalur geiri fram við strondini er nýtiligt landbúnaðarlendi, har fólk liva av at halda geitir og seyð. Mesta øki í Útnyrðingsafrika er glóðheit oyðimørk - Sahara - sum tíverri veksur ógvuliga skjótt, tí at ov nógvur fenaður er uppiá í graslendinum í útryðjunum í oyðimørkini. Politikkur. a> stýrdi Libya við harðari hond í 42 ár - frá 1969 til 2011. Libyski leiðarin seinastu 42 árini (1969-2011), Muammar Gaddafi, doyði 20. oktober 2011. Hann tók valdið í Libya við einum dreymi um at sameina alt Norður­afrika til eina arábiska tjóð. Men hann legði seg út við bæði granna­londini og Vestur­heimin og endaði sum ein avbyrgdur einaræðis­harri. Eftir hernaðarúbúgving í Stóra Bretlandi í eitt ár, fór Gaddafi í 1966 aftur til Libya. Trý ár seinni skipaði hann fyri einum friðarligum kvetti móti Idrisi kongi, sum var í Grikkalandi í heilsubótarørindum. Libyska kongshúsið varð avtikið, trónarvingin settur í húsavarðhald og Sosialistiska Arabiska Lýðveldið Libya lýst. Gaddafi tók sjálvur ræðið og lýsti stjórn sína sum eina samanrenning av arábiskum tjóðskapi og vesturlendskari vælferð, sum hann kallaði islamska sosialismu. Vælferð og útbúgving vórðu raðfest frammarlaga. Gaddafi setti eisini í gildi eina skipan við sonevndum islamskum siðsemiskodum - rúsdrekka og spæl um pengar vórðu forbjóðað. Eins og Mao í Kina skrivaði sína "Lítlu reyðu", sum sosialistiska lærubók, skrivaði Gaddafi sína "Lítlu grønu" sum hugsjónarligt ástøði undir sínum politikki. Við tað at allir politiskir flokkar vórðu bannaðir í 1971, hevur øll andstøða ímóti Gadaffi verið stýrd úr útlondum. Av tí at Gadaffi hevur stuðlað yvirgangsfelagsskapum, hava lond í Vesturheiminum sett revsiatgerðir í verk ímóti Libya. Í t.d. apríl 1980 gav Gaddafi boð um at drepa allar libyskar andstøðingar uttanlands. Níggju libyar vórðu fyribeindir hetta tíðarskeiðið. Amerikanski forsetin Ronald Reagan metti Libya sum eitt "ránsmannabøli", m.a. orsakað av fíggjarligum stuðuli til yvirgangsfelagsskapir, og hann skýrdi Gaddafi "tann óða hundin í Miðeystri". Í 1986 skipaði Reagan fyri einum loftálopi á Benghazi og Tripoli, tá staðfest varð, at libyska stjórnin hevði skipað fyri bumbuálopinum á náttklubbin La Bella í Berlin, har tveir amerikanskir hermenn lótu lív og 260 fólk vórðu særd. Reagan ætlaði við nevnda loftálopi at drepa Gaddafi, sum mátti vera staddur á hernaðarstøð antin í Benghazi ella Tripoli. Men Libya fekk njósn um álopsætlanina, so tað eydnaðist Gaddafi í góðari tíð at leita sær skjól. Í 1988 sýtti Gaddafi fyri at útflýggja tveir libyar undir illgruna fyri at hava lagt til rættis Lockerbie-bumbuna, sum hetta árið kostaði 270 fólkum lívið, tá eitt ferðafólkaflogfar sprongdist yvir Skotlandi. Men Muammar Gaddafi hevur við árunum vunnið sær betri umdømi í Vesturheimi, Ásia og eisini øðrum londum í Afrika; m.a. hevur hann fingið rós frá fyrrverandi suðurafrikanska forsetanum Nelson Mandela. At Gaddafi hevur vunnið betri umdømi í Vesturheimi skyldast m.a., at hann var ein av fyrstu muslimsku leiðarunum, sum fordømdi al-Qaeda. Í oktober 2002 átóku libyskir myndugleikar sær ábyrgdina av Lockerbie-yvirgangsgerðini og rindaðu stórt endurgjald. Í 2006 boðaði USA frá, at tað fór at knýta diplomatiskt samband aftur við Libya, um Gaddafi afturfyri lovaði at sleppa ætlanini at menna hópoyðingarvápn. Og tað gjørdi hann. Gaddafi oberstur hevur stjórnað Libya við harðari hond í meira enn fjøruti ár - umstøður, ið geva honum tann ivasama heiður at hava verið tann ríkisovastin í Afrika, ið longst hevur sitið við valdinum. Libya fer at hava tá islamsku sharialóggávuna, og stýrisskipan landsins verður grundað á koranina. Tað kunngjørdi libyska tjóðarráðið í juli 2012. Ráðið legði afturat, at tað kemur ikki upp á tal at leggja spurningar um átrúnaðarlig viðurskifti út til fólkaatkvøðu. Leygardagin 7. juli 2012 verður val í Libya, og hetta er tað fyrsta valið í landinum, síðani Muammar Gaddafi varð koyrdir frá í 2011. Í fyrsta umfarið skulu fólk velja eitt ráð, sum skal orða nýggja vallóg og lýsa tjóðartingsval innan eitt hálvt ár. Aftan á tjóðartingsvalið skal landið so hava nýggja stjórn. Tjóðarráðið, sum er sett saman av umboðum fyri ymsar uppreistrarbólkar, hevur stýrt Libya, síðani Gaddafi fall. Mannarættindi. Mannrættindini í Libya hava ring kor. Níggju libiskir borgarar vórðu avrættaðir í apríl mánaði í 2012, uttan at grundgeving varð givin fyri hesum. Nakrir deyðadómar vórðu broyttir, um familjan rindaði eina stóra upphædd, og flóttafólk og innflytarar eru í fleiri førum blivin pínd. Mismunur verður í stóran mun gjørdur mótvegis kvinnum. Mismunur verður gjørdur í mun til arvareglur og hjúnaskilnað, og enn er eingin lóg gjørd um at verja kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi heima. Búskapur. a> hava gjørt Libya ríkt, og oljuídnaður er høvuðsvinna. Oljuvinna. Tá ið olja varð funnin í 1959, gjørdist Libya eftir fáum árum ríkt land. Síðan oljuvinnan tók seg upp, eru eisini mangir útlendingar komnir til Libya at arbeiða í oljuvinnuni. Oljuvinnan hevur alt at siga í libyska búskapinum, og 99 % av útflutninginum eru olja og gass. Áðrenn olja varð funnin, vórðu týdningarmestu útflutningsvørurnar jarn og sev. Mesta oljan verður vunnin í vestara parti í Libya, men landið eigur eisini oljuleiðir úti fyri strondina. So hvørt oljuvinnan er vaksin, eru býirnir vaksnir, har hevur verið nógv bygt, og vinnu- og tænastustøðið eru munandi batnað. Fólkið. Um 84 % av fólkinum í Libya býr nú í býum. Frammanundan búði meginparturin á bygd og livdi sum flakkfólk og bøndur. Flestu fólk í Libya eru arábar, men fyri sunnan í landinum eru bæði tuaregar og berbar. Fólkið er skift sundur í ættarbólkar ella høvdingadømi. Ættarbólkurin er týðandi partur í samfelagnum og hevur politiska ávirkan. Fólkanøvnini siga ofta, úr hvørjum ættarbólki fólk eru. Uppreisturin, sum kyknaði í februar í 2011, hevur skift landið sundur við trimum mørkum, sum minna um tað í fornøldini. Í fornari tíð var ríkið skift sundur í tríggjar sjálvstøðugar lands­partar, fólkaðir av hópatals ættarbólkum og stættum. Næstan øll eru muslimar (97 %). Undan krígnum í 2011 vóru knapt trý prosent av libyska fólkinum kristin. Libyska fólkið, sum í høvuðsheitum er hóvligir muslimar, hevur sambært fleiri kirkjuleiðarum hildið fram við tolseminum mótvegis teimum kristnu, og kirkjurnar hava ongantíð fingið boð um at steingja ella flyta. Fá fólkasløg hava lagað seg til at búgva í Sahara. Eitt av hesum harðbalnu fólkasløgum eru tuaregar, sum í øldir hava livað sum flakkfólk og eru gitnir fyri at fara langar leiðir ígjøgnum oyðimørkina á marknaðirnar við salti. Reiðdýr teirra er kamelur, og av honum fær fólkið eisini mjólk, kjøt, ull og húðir. Alt fleiri tuaregar gevast nú við at liva sum flakkfólk og búseta seg í býunum. Sumstaðni í stóru, kørgu oyðimørkini kemur vatn upp úr jørðini, og við hesar keldur, nevndar "grønur", hava fólk sett seg niður. Her veksur væl, og landbúnaðurin hevur stóran týdning, men fólkið livir eisini av peningi frá skyldfólkum, sum arbeiða í býunum, og av at handla við keypmenn, ið koma hagar at keypa og selja. Fyrr vóru grønabygdirnar lívsneyðugir hvíldarstaðir hjá kamelkaravanum, ið fluttu vøru ígjøgnum oyðimørkina. Nú er mesti flutningurin við lastbili. Guinea. Tjóðveldið Guinea (á fronskum "République de Guinée") er eitt land í Vesturafrika. Hetta fjallalendið var í gomlum døgum partur í stóra Malinkaríkinum, sum í miðøld hevði valdið í meginpartinum í Vesturafrika. Í norðri hevur Guinea mark við Mali og Senegal, í vestri við Guinea-Bissau, í eystri við Côte d'Ivoire, og í suðri við Sierra Leona og Liberia. Fólkatalið var 10,1 mió. við ársbyrjan 2009. Høvuðsstaðurin eitur Conakry. Franskt er almenna málið í Guinea. Søga. Seinast í 1860-árunum grundaði Samori Turé (f. 1830 - d. 1900), hernaðarligur ævintýrari úr Konyan í tí, sum nú er Guinea, Manderíki í økinum á leiðini við ovaru Nigerá. Tá ið Turé hevði verið í hertænastu hjá einum høvdingi á ungum árum, stovnaði hann sín egna her. Turé var dugnaligur og ágrýtin herovasti og grundaði eitt stórt ríki, sum stóð við í 20 ár. Í 1874 var høvuðsvinnan handil við fílabeini og gulli fyri byrsur av strondini. Í 1885 var Manderíkið vestan úr Sierra Leona eystur at Bamako í Mali. Hetta hótti fronsku framtøkini í økinum, og frá 1886 kom Samori Turé sær eisini í innanlandsstríð, tí at hann ætlaði at stovna eitt islamskt ríki. Herur hansara var stórur og hann útvegaði sær vápn úr Sierra Leona, men í 1892 noyddu fraklendingar hann inn í norðara part í Fílabeinsstrondini. Eystur eftir slapp hann ikki, tí at har vóru bretar fyri honum. Í 1898 tóku fraklendingar Turé til fanga og sendu hann í útlegd til Gabon. Har doyði hann tvey ár seinni. Búskapur. Hetta gamla franska hjálandið er fruktagott fjallaland. Ógvuliga nógv steinsløg eru í jørðini. Góða veðurlagið ger, at til dømis aldinfrukt, bananir og rís vaksa væl. Tí kundi Guinea verið ríkt land, men í staðin er tað eitt av fátækastu londum í heiminum, fólkið livir bara 58 ár í miðal, og heilsu- og skúlaverkið eru lítið og einki ment. Høvuðsatvoldin er, at tá ið Frakland tók seg út úr landinum, stuðlaðu teir hvørki fíggjarliga ella á annan hátt, eisini hevur verið illa stýrt fíggjarliga. Meðan einaræðisharrin Ahmed Sékou Touré ráddi frá 1958 til 1984, var eingin menning, og landið var púrasta vanstýrt. Hálendið fyri sunnan er skógvaksið, og har verður nógvur viður høgdur. Av tí at jørðin er fruktagóð, liggur væl fyri at dyrka ymiskar gagnplantur, til dømis kaffitræið. Tríggjar tær størstu áirnar í Vesturafrika, Gambiaá, Nigerá og Senegalá, vella fram her. Jarnmálmur er eisini, og í øllum landspartinum er nógv avfall. Í fjøllunum í Guinea er nógvur aluminiumsmálmur, bauxit, ið verður bræddur til aluminium. Næst eftir Avstralia høggur einki land í heiminum so nógvan aluminiumsmálm sum Guinea. Um 80 % av allari útflutningsinntøkuni í Guinea er av aluminiumsmálmi. Gull, jarn og diamantar eru eisini í Guinea. Mentan. Mong fólkasløg búgva í Guinea, m.o. fulani, malinka og susu. Flestu fólk eru muslimar. Umleið ein triðingur av fólkinum hoyrir til malinkefólkið, sum eitur eftir fjøllunum, ið eru á markinum ímóti Mali. Nú á døgum er malinkafólkið mest gitið fyri at verða góð frásøgufólk og góðir tónleikarar. Maldivoyggjar. Maldivurnar (Divehi ދިވެހިރާއްޖޭގެ ޖުމްހޫރިއްޔާ) eru í Indiska Havinum. Maldivurnar eru 1190 oyggjar, har fólk búgva á 162. 394 451 fólk búgva á Maldivunum við inntøku frá fiski- og ferðavinnu. Valutain hjá teimum eitur rufiya. Høvuðsstaðurin eitur Malé. Landið er 100 % sunni islamskt. Oyggjaríkið Maldivurnar liggur í meðal bert hálvan annan metur omanfyri sjóarmálan, hægsta punktið í landslagnum er minni enn hálvan triðja metur høgt. Maldivurnar vinna nógvan pening upp á ferðafólkavinnu. Maldivurnar eru raktar av harðari búskaparkreppu í 2012. Fíggjarlógin hevur eitt undirskot uppá 34 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ), fyrst og fremst orsakað av fallandi inntøkum frá ferðavinnuni. Veðurlagsbroytingar. Maldivurnar eru í vanda fyri at fara undir heilt, orsakað av globalu upphitingini. Frítíðarparadísið í Indiska Havinum søkkur spakuliga til botns. Í 2007 ávaraði ST-veðurlagsstovnurin (IPCC) um, at ein vatnhækking í heimsins høvum uppá millum 18 og 59 cm. í 2100 fór at beina fyri møguleikunum at búleikast í oyggjarbólkinum í Indiska Havinum. Gongur tað so galið, sum ringastu spádómarnir hjá veðurlagsgranskarunum siga, er meginparturin av Maldivunum skolaður í havið, áðrenn henda øldin er av. Oyggjarbólkurin er eitt av teimum londunum í heiminum, sum er harðast rakt av veðurlagsbroytingunum, og sum hevur mest brúk fyri hjálp frá umheiminum. Heili 90 prosent av oyggjarbólkinum liggja minni enn ein metur yvir havyvirflatuni. Forsetin hevur fyrr sagt, at stjórnin sparir saman til at keypa ein landageira í Sri Lanka, India ella Avstralia, sum kann hýsa maldiviska fólkinum í framtíðini, tá oyggjarnar fara undir heilt. Umleið 394 000 fólk búgva í Maldivunum, sum umfata uml. 1200 oyggjar, harav 160 eru bygdar. Olympia (Grikkaland). Olympia (Grikst: Ολυμπία "Olympía") var eitt halgistað í forna Grikkalandi og er kent fyri at vera heimstaðið fyri fornu olympisku leikirnir í klassisku griksku tíðini. Olympisku leikirnir vóru hildnir hvørt fjórða ár frá í hvussu er ár 776 f.kr.. Fyrstu leikirnir vóru hilndar fyri at heiðra grikska gudin Zeus. Theodosius I keisari avtók olympisku leikirnir í ár 394 e.kr. av tí at hann metti at leikirnir vóru heidnir. Olympia hevur fingið status sum Heimsarvur (World Heritage Site) av UNESCO. Palau. Palau ella Belau er ein kyrrahavsoyggj í Mikronesia. Koror er tann størsti býurin í Palau, men høvuðsstaðurin er Ngerulmud. Tjóðveldið Palau er eitt av heimsins minstu londum. Víddin á lendinum er 465,55 km2. Palau er limur í Compact of Free Association við USA. Á hesi oyggj búgva um 18 000 fólk í 2014. Hon hevur tropiskt veðurlag og er mest sum øll avvaksin við tjúkkum tropiskum regnskógi. Tjóðsangur. a>. Hetta er beint áðrenn dystir, her syngja italiumenn teirra tjóðsang. "Mítt alfagra land" ella "Tú alfagra land mítt" er tjóðsangurin hjá Føroyum. Ein tjóðsangur er sum oftast ein tjóðskaparligur sangur ella tónleikur, sum skal vera eitt symbol fyri eitt ávíst land til almennar hendingar ella stevnur av ymiskum slagi, t.d. verða tjóðsangirnir altíð spældir beint áðrenn ein almennan fótbóltslandsdyst, og tá heiðursmerkjahandan er á t.d. OL, so hoyrist eitt brot av tónleikinum til tjóðsangin hjá tí landi, sum vann gullið. Ein tjóðsangur kann vera formliga viðurkendur sum tjóðsangur av myndugleikunum í einum landi, men hann kann eisini vera uttan formliga viðurkenning, men bert verða brúktur sum tjóðsangur. Við menningini av tjóðum í 19. øld og 20. øld hava mest sum øll lond valt ein tjóðsang. Í summum londum eru eisini regiónalir tjóðsangir, har lutastatir ella aðrar subtjóðareindir hava teirra egna almenna ella óalmenna tjóðsang. Summar millumtjóða sambond hava eisini teirra egna tjóðsang. Tjóðsangir eru ofta skrivaðir sum ein hymna ella marsjur. Í Miðamerika brúka tey vanliga meira operalíknandi tónleikaverk. Summi lond brúka eina fanfaru. Um tjóðsangurin hevur meira enn eitt vers, so er tað vanligt bert at syngja fyrsta versið, í Týsklandi er tað tó triðja versið. Ein tjóðsangur varir í miðal ein minutt. Í londum, har tað er meira enn eitt alment mál, er tað sum oftast ein versjón á hvørjum av teimum almennu málunum, eitt nú í Belgia, Finlandi, Sveis og Suðurafrika. Tað eru fleiri dømi um lond, sum hava felags tjóðarlag. Nevnast kann t.d., at Finland og Estland hava sama tjóðlag, men tjóðarsangirnir hava hvør sín tekst. Tað eru eisini fleiri lond, sum brúka sama tjóðlag, sum Bretland, men við øðrum teksti. Í Føroyum hava vit tjóðsangin "Tú alfagra land mítt", sum Símun av Skarði hevur yrkt, og sum Peter Alberg gjørdi lagið til. Danmark hevur ein tjóðsang: "Der er et yndigt land", sum Adam Gottlob Oehlenschläger yrkti í 1823, og ein kongaligan tjóðsang "Kong Christian stod ved højen mast", sum Johannes Ewald yrkti í 1779. Í Grønlandi brúka tey tjóðsangin "Nunarput utoqqarsuanngoravit", sum Henrik Lund hevur yrkt, og Jonathan Petersen gjørdi lag til. Kongressin í USA. Capitol, har Kongressin heldur til. Kongressin í USA (enskt: United States Congress'") er lóggevandi valdið í USA. Kongressin hevur tvey kømur: Senatið, sum hevur 100 limir og Umboðsmannatingið ("House of Representatives"), sum hevur 435 limir. Hvør statur í USA hevur tveir senatorar og - alt an uppá tal av íbúgvum - millum 1 og 53 limir í Umboðsmannatinginum. Harumframt sita fimm útnevnd frá hjálondunum hjá USA í eitt tvey-ára tíðarskeið, umframt ein kommiserur, sum situr í eitt fýra-ára skeið. Hesir seks persónarnir hava ikki atkvøðurætt. Kongressin hevur ábyrgdina fyri fíggjarmálum, serliga mál sum viðvíkja fíggjarætlan, verju av USA, landsins almennu viðurskifti og regulering av handilsavtalum við onnur lond. Harumframt fastsetir Kongressin tær yvirorðnaður rammurnar fyri tær lóggevandi stjórnirnar í lutastatum USA's. Tað merkir, at hvør einstakur lutastatur framhaldandi hevur sjálvavgerðarrætt, sum vísir seg í ymiskum konkretum lógum. Umframt tær lóggevandi funktiónirnar hevur Kongressin makt til at kanna og føra eftirlit við tí útøvandi maktini - við forsetanum og hansara umsiting. Kongressin hevur ekslusiva makt til at byrja ríkisrættarmál móti forsetanum, dómarum og øðrum embætismonnum í føderalum regi - tvs. hesi hoyra ikki til lutastatirnir. Listi yvir stjórar í peningastovnum í Føroyum. =Stjórar í Eik Banka (fyrr Føroya Sparikassi og Færø Amts Sparekasse)== Stjórar í Føroya Banka/BankNordik. Tekniskt sæð yvirtók Sjóvinnubankin Føroya Banka, so hesir stjórar kunnu eisini síggjast sum framhald av stjórunum í Sjóvinnubankanum. Senatið í USA. Senatið heldur til í Capitol. Senatið í USA (enskt: United States Senate) er tann eini helmingurin av tí føderala lóggevandi tinginum, sum er Kongressin. Hin helmingurin er Umboðsmannatingið (House of Representatives). Hvør einstakur av teimum statunum í USA hava tveir senatorar. Annað hvørt ár stendur ein triðingur av senatorunum fyri vali, og tí varir eitt valtíðarskeið í seks ár. Upprunaliga vóru senatorarnir tilnevndir av lóggevandi tinginum í teirra statum, men síðan 1913 hevur amerikanska grundlógin kravt beinleiðis val. Senatið hevur umframt vanligt lógararbeiði ábyrgdina av at undirskriva ella at vraka altjóða sáttmálar, sum USA ger við aðrar tjóðir, og hevur ábyrgdina fyri at góðkenna ráðharrar, umboðsmenn (ambassadørar) og dómarar, sum eru tilnevndir av forsetanum. Senatið hevur eins og øll kongressin hjá USA bústað í Capitol-bygninginum í Washington, D.C.. Varaforsetin í USA er formaður fyri Senatið. Um so er, at atkvøðurnar standa á jøvnum, tá atkvøtt verður, so kann hansara atkvøða gerast tann avgerandi. Í verandi Senati, hava demokratarnir meiriluta við 59 limum, meðan republikanararnir hava 41 limir. Harry Reid (D), Senatorur, er meirilutaleiðari, og Mitch McConnell (R), senator, er minnilutaleiðari. Tveir limir eru uppstillaðir og valdir sum uttanveltaðir, men hoyra de facto til demokratarnir. Umboðsmannatingið í USA. Umboðsmannatingið í USA (enskt: United States House of Representatives) er annar helmingurin av føderala lóggevandi tinginum í USA, Kongressini. Hin helmingurin er Senatið. Í USA verður Umboðsmannatingið ofta bert nevnt "the House". Tað eru 435 limir í Umboðsmannatinginum, sum øll standa fyri vali annað hvørt ár. Harumframt eru tað seks limir, ið ikki hava atkvøðurætt. Tingið hevur, eins og øll Kongressin í USA, bústað í Capitol-bygninginum í Washington, D.C.. Ólíkt Senatinum, so kann talið av limum frá hvørjum stati í Umboðsmannatinginum broytast, alt eftir íbúgvatalinum. Sambært tí amerikonsku grundlógini so verður býti av umboðum frá teimum ymisku statunum í USA dagført 10. hvørt ár, grundað á fólkateljingum (seinasta fólkateljingin ella manntalið var í 2010). Kalifornia (umleið 37 milliónir íbúgvar) hevur sostatt 53 limir og Alaska (umleið 660.000 íbúgvar) bert ein lim í Umboðsmannatinginum. Formaður Tingsins, nevndur "The Speaker", leiðir fundirnar og er nummar trý í tí politiska stiganum (hierarkinum) næst eftir forsetanum og varaforsetanum. Í 2007 var republikanarin Dennis Hastert avloystur av demokratinum Nancy Pelosi, sum harvið gjørdist tann fyrsti kvinnuligi formaðurin og tann 60. formaðurin í raðfylgjuni. Republikanarin John Boehner tók við álitisstarvinum sum "The Speaker" hin 5. januar 2011. Í verandi Tinginum hava republikanararnir meiriluta við 242 limum, meðan demokratarnir hava 193 limir. Eric Cantor er leiðari fyri samgonguna meðan Nancy Pelosi er leiðari fyri anstøðuna. The Walt Disney Company. Logo fyri Walt Disney Company. a> er høvuðssætið hjá fyritøkuni Walt Disneys Company. The Walt Disney Company, eisini kent sum Disney, er ein ein amerikonsk fyritøka við høvuðssæti í Walt Disney Studios, Burbank, Kalifornia í USA. Fyritøkan er kend um allan heimin og er tann størsta fjølmiðlafyritøkan í heiminum, um hugsað verður um inntøkur. Tað vóru brøðurnir Walt og Roy Disney, sum stovnaðu fyritøkuna hin 16. oktober 1923. Tá var navnið á fyritøkuni "Disney Brothers Cartoon Studio". Tá fyritøkan broytti navn í 1986 til The Walt Disney Company, bleiv tað samstundis víðkað um virksemið, og tey fóru í holt við nýggj vinnuøki, eitt nú sjónleikur, útvarp, tónleik, bókaforløg og internetmiðlar. Harumframt hevur fyritøkan ment nýggj øki innanfyri sjálva fyritøkuna fyri at víðka um málbólkin, sum til tá í høvuðsheitum vóru smábørn og barnafamiljur. Fyritøkan er nokk mest kend fyri sínar filmsframleiðslur frá teirra egna filmsstudio, Walt Disney Studios, sum í dag er eitt av teimum størstu og kendastu filmsstudium í USA. Disney eigur og rekur ABC-sjónvarps-transmissiónsnetverk, eitt nú kaðalsjónvarps-kanalirnar Disney Channel, ESPN, A+E Networks og ABC Family; bókaforlag, fjepparavøru (merchandise) og teaturframførslur; samstundis sum fyritøkan eisini eigur og rekur 14 tema- og stuttleikaparkir kring heimin. Fyritøkan hevur eisini havt eina vælvirkandi tónleikadeild, umframt at hon hevur havt samstarv við Dow Jones Industrial Average síðan 6. mai 1991. Ein av teimum fyrstu og kendastu teknifilmsskapningunum hjá fyritøkuni, Mickey Mouse, er almenni maskotturin hjá The Walt Disney Company. Panoramio. Joaquín Cuenca og Eduardo Manchón, sum gjørdu Panoramio heimasíðuna Panoramio er ein "geolokatións-heimasíða", har fólk kunnu deila sínar myndir við allan heimin. Heimasíðan er fyrst og fremst ætlað náttúru- og býarmyndum, sum brúkarin leggur á heimskortið júst har sum viðkomandi stóð, tá myndin varð tikin, og síðan verða myndirnar eftirhugdar av einum toymi á Panorio, og tey avgerða so, um myndirnar verða góðtiknar til Google Earth. Tær myndir á Panoramio, sum verða góðtiknar til Google Earth kunnu síggjast av brúkarum frá øllum heiminum, um tey brúka Google Earth ella Google Maps. Brúkarin finnur fram til eitt stað í heiminum, sum hann ella hon er áhugað í, og so ber til at síggja myndir frá tí staðnum, sum brúkarir á Panoramio hava lagt út. Brúkarar kunnu eisini seta lyklaorð á myndirnar, soleiðis at tað gerst lættari hjá øðrum brúkarum at finna fram til t.d. eitt bygdanavn, landanavn, eitt ávíst evni osfr. Panoramio heimasíðan er tøk á fleiri ymiskum málum. Høvuðsskrivstovan hjá Panoramio er í Zurich; í skrivstovubygninginum hjá Google í Sveis. Søgan. Tað vóru Joaquín Cuenca Abela og Eduardo Manchón Aguilar, tveir spaniumenn ið byrjaðu Panoramio heimasíðuna á sumri í 2005. Síðan gjørdist almenn 3. oktober 2005. Í mars 2007 vóru meira enn 1.000.000 myndir lagdar út av brúkarum, og tveir mánaðir seinni vóru yvir 2 milliónir myndir á Panoramio. Hin 30. mai 2007 kunngjørdi internetfyritøkan Google, at tey høvdu ætlanir um at keypa Panoramio, og tað gjørdi Google so eisini í juli 2007. Teir báðir stovnararnir vóru verandi har til 2010. Biên Hòa. Bien Hoa er ein býur í Vjetnam, hann er høvuðsstaður í Dong Nai landslutinum. Býurin er 32 km eystanfyri Ho Chi Minh City. Bien Hoa Floghavn er 5 km frá miðbýnum. Fólkatalið. Í 1989 var íbúgvatalið í Bien Hoa mett at vera 273.879. Í 1999 var fólkatalið vaksið til 435.400 í 2009 til 652.646. Søga. Bien Hoa vaks til ein stóran forstað til Saigon, tá hesin vaks. Eftir Fyrra indokinesiska kríggið streymaðu flóttafólk til Bien Hoa og fleiri tíggjutúsund fólk búsettust har. Tey komu frá norðaru og miðøkjunum í Vietnam. Undir Vjetnamkrígnum, sum vardi frá 1955 til 1975, brúkti amerikanska flogvápnið Bien Hoa Air Base árini 1961 til 1973. Sum fleiri aðrir býir í Vjetnam upplivdi eisini Bien Hoa fíggjarliga afturgongd frá 1975 til seinna helming av 1980-árunum. Í dag. Í dag er býurin komin fyri seg aftur fíggjarliga. Býurin er ein vinnulívsmiðdepil í Suðurvjetnam, og fleiri verksmiðjur og vøruhús er í økinum uttanfyri býin, ofta við fígging frá Japan, Singapor, USA, Sveis og øðrum útlendskum íleggjarum. Har eru fleiri stuttleikaparkir, náttklubbar og matstovur, sum liggja framvið Dai Nai Ánni. Mustafa Kemal Atatürk. Mustafa Kemal Atatürk (19. mai 1881 – 10. november 1938) var fyrsti forseti hjá Turkaland, 1923-1938. Í oktober sama ár varð landið lýst lýðveldi, og Mustafa Kemal varð valdur forseti. Hann var heryvirmaður og hevði verið uppi í at stovna eina tjóðskaparfylking seinast í heimsbardaganum. Mustafa varð afturvaldur í 1927, 1931 og 1935; hann varð nevndur "Atatúrk", sum merkir "faðir turkanna", og hesi árini setti hann stórar nýskipanir í verk og nútíðargjørdi landið. Ímillum nýskipaninar varð nýggj stýrisskipan, nýggj sivil rættarskipan, valrættur til konufólk, latínska stavraðið varð tikið í nýtslu, og fleirkonuhjúnalag varð bannað. Eisini eggjaði hann landsmonnum at ganga í evropeiskum klæðum og skipaði fyri einari fýra-ára búskaparætlan. Kemal Atatúrk doyði í 1938. Listi yvir forsetar Turkalands. Niðanfyri sæst ein listi yvir forsetar í Turkalandi. Mia Love. Ludmya Mia Bourdeau Love (f. 6. desember 1975 í New York City) er ein amerikanskur politikari og Republikanskur limur í Umboðsmannatinginum fyri Utah. Hon hevur verið borgarstjóri í Saratoga Springs í Utah 2010-2014. Hon er fødd í New York og býr nú í Utah. Love er gift við Jason Love, og tey eiga 3 børn. Love er konservativ; hon er m.a. hart í móti fosturtøku. Listi yvir forsætisráðharrar Grikkalands. Hetta er ein listi yvir teir persónar, sum hava sitið við ovasta valdinum í griksku stjórnini í tí nýmótans grikska lýðveldinum, frá tí at grikkar fingu teirra egnu sjálvstøðugu tjóð við tí griksku kollveltingini fram til dagin í dag. Sjálvt um ymisk almenn og hálv-almenn heiti hava verið brúkt í teimum fyrstu tíggjuáraskeiðunum í tí sjálvstøðuga Grikkalandi, so hevur heitið "forsætisráðharri" (Prime Minister á enskum og Πρωθυπουργός / prothypourgos) verið tann almenna heitið sum hevur verið brúkt í hvussu so er síðan 1843. Antonis Samaras. Antonis Samaras (grikskt: Αντώνης Σαμαράς, føddur 23. mai 1951) er ein grikskur politikari og økonomur, sum hevur verið forsætisráðharri í Grikkalandi síðan 20. juni 2012. Hann hevur verið leiðari fyri konservativa flokkin Nýtt Demokrati síðan 2009. Hann var fíggjarmálaráðharri í 1989, uttanríkisráðharri 1989-90 og aftur frá 1990-92. Í 2009 var hann mentamálaráðharri. Hann er eisini kendur fyri at vera orsøk til at stjórnin hjá flokki hansara fall í 1993. Hann fór so úr flokkin, men í 2004 gjørdist hann aftur limur í flokkinum og í 2009 vann hann eitt tætt stríð um formanspostin. Hann er tann 7. leiðarin fyri flokkin, síðan flokkurin varð stovnaður í 1974. Giorgos Andrea Papandreou. Georg Papandreu 11. november 2011 Giorgos Andrea Papandreou (grikskt: Γεώργιος Α. Παπανδρέου ella tann styttri formurin: Γιώργος, føddur 16. juni 1952 í Minnesota, USA) er ein grikskur politikari, limur í sosialistiska flokkinum PASOK. Á valinum 4. oktober 2009 fekk flokkur hansara meiriluta og kom til valdið og hann gjørdist forsætisráðharri Grikkalands, eins og faðir hansara Andreas Papandreou og abbi hansara Giorgios Papandreu hava verið tað áður. Í 1988-89 og aftur í 1994-96 var hann undirvísingar- og kirkjumálaráðharri, 1999 til 2004 var hann uttanríkisráðharri. Hann var leiðari fyri flokkin PASOK frá februar 2004 til mars 2012. Georg Papandreou gjørdist 182. forsætisráðharri Grikkalands hin 6. oktober 2009. Hann fór frá hin 11. november 2011 fyri at ein tjóðareindarstjórn (national unity government) kundi taka sær av fíggjarkreppuni í landinum. Andreas Papandreou. Andreas G. Papandreou (grikskt: Ανδρέας Γ. Παπανδρέου, føddur 5. februar 1919, deyður 23. juni 1996) var ein grikskur politikari og økonomur. Hann spældi ein týðandi leiklut í grikskum politikki í 1970-árunum, 1980-árunum og 1990-árunum. Andreas bleiv oftast nevndur við sínum fornavni í Grikkalandi, nakað sum er rættiliga óvanligt annars í Grikkalandi. Tvær ferðir var hann forsætisráðharri Grikkalands, fyrru ferðina frá 21. oktober 1981 til 2. juli 1989, seinnu ferðina frá 13 oktober 1993 til 22. januar 1996). Hann var sonur Georgios Papandreou, sum var forsætisráðharri í Grikkalandi tríggjar ferðir: 1944–1945, 1963 og 1964–1965. Sonur Andreas, sum eitur eftir abba sínum, Georgios Andrea Papandreou, hevur eins og pápin og abbin, verið forsætisráðharri Grikkalands, tað var hann frá 2009 til 2011. Andreas Papandreou var vællærdur, akademikari sum hevði lisið økonomi á Harvard University í USA. Tá hann kom til valdið í 1981, broyttist grikska politiska søgan, og eitt nærum 50-ára konservativt stýrt land broytti kós tann sosialistiska vegin. Georgios Papandreou. Georgios Papandreou (føddur 13. februar 1888 í Kalentzi - doyði 1. november 1968 í Athen) var ein grikskur politikari. Hann var forsætisráðharri frá 1944 til 1945 og aftur frá 1963 til 1965, tá Kong Konstantin setti hann frá. Hernaðarjuntaðin setti Papandreou í húsavarðhald, har hann sat til hann doyði í 1968. Sonur hansara, Andreas Papandreou, og abbasonur hansara Giorgos Andrea Papandreou hava eisini verið forsætisráðharrar í Grikkalandi. Papandreou var varaforseti 1950–1952 í stjórnunum hjá Nikolaos Plastiras and Sofoklis Venizelos. Hann var eisini ráðharri fleiri ferðir í sínum longu politisku lívsleið, sum vardi í fimm áratíggju, byrjaði í 1923. Hann var sosialis, men samstundis antikommunist. Hann var eisini ímóti kongaveldinum. Hann stuðlaði tí liberala Eleftherios Venizelos, sum útnevndi Papandreou til guvernør av Khios eftir Balkankríggið í 1912. Tvær ferðir bleiv hann giftur. Fyrra kona hansara var Sofia Mineyko, sum var úr Póllandi, sonur teirra Andreas Papandreou varð føddur á Khios í 1919. Seinna kona hansara var sjónleikarinnan Cybele Andrianou. Tey fingu sonin Georgios G. Papandreou. Heiðursmerkjabýtið á Summar-OL 2012. Her sæst virlit yvir heiðursmerki, sum vóru latin á Summar-OL 2012 í London. Vertslandið Stóra Bretland sæst við myrkagráari bakgrund. Johan Dahl. Johan Dahl (føddur 19. september 1959) er føroyskur politikari og vinnulívsmaður. Hann er uppvaksin í Fámjin, hann er sonur Jógvan Dahl, sála, úr Vági og Ebbu, fødd Albinus, sála, úr Fámjin. Hann er giftur við Lindu Herdalur. Johan hevur verið landsstýrismaður í Vinnumálum síðan 2008. Hann hevur bankaútbúgving og ávís prógv innan merconom. Sum ungur arbeiddi hann í Sjóvinnubankanum, og í 1982 gjørdist hann stjóri í Vágs Skipasmiðju, sum A/S J. Dahl átti. Johan er eftirkomari hjá Dahl familjuni í Vági, sum stovnaðu fyritøkuna á Gørðunum. Hann var stjóri har til 1990. Síðan var hann stjóri í World Seafood 1991–1992, stjóri í Sp/f Faromar frá 1997, stjóri í Faroe Coldstores frá 1998, stjóri á Kollafjørð Pelagic og stjóri fyri frystigoymsluna Kloosterboer Terminal Faroe Islands í Kollafirði. Hann var stýrislimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag 1982–1990 og stýrisformaður í Seamark Scandinavia A/S 2004–2007. Johan Dahl hevur verið valdur inn á Føroya Løgting síðan 2002, og hevur sum løgtingslimur verið limur í Vinnunevndini 2002–2006, limur í Fíggjarnevndini 2002–2004, limur 2002–2004 og formaður 2004–2008 í Uttanríkisnevndini umframt næstformaður 2004–2006 og formaður 2006–2008 í Vinnunevndini. Johan Dahl bleiv útnevndur til fiskimálaráðharra í tí fyrstu stjórnini hjá Jóannes Ejdesgaard hin 3. februar 2004, men bleiv koyrdur longu 23. februar, eftir at nógv hevði verið frammi í føroysku fjølmiðlunum um ymiskt frá hansara fortíð. Hann hevur verið vinnumálaráðharri síðan 26. september 2008, og var virkandi fiskimálaráðharri frá 4. mai til 14. november 2011. Johan Dahl hevur eisini verið næstformaður Sambandsflokksins síðan 2007. Stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard I. Fyrsta stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard var Føroya landssstýri frá 3. februar 2004 til 4. februar 2008, við Jóannes Eidesgaard frá Javnaðarflokkinum sum løgmanni. Tríggir flokkar fóru í samgongu: Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin. Valbókstavirnir hjá hesum flokkum eru ávikavist A, B og C, og landsstýrið varð tí umrøtt sum «ABC-samgongan». Í januar 2008 gjørdist tað greitt, at hesir flokkar ikki kundu semjast um at halda fram í samgongu eftir løgtingsvalið, sum var í sama mánaða. Keldur. Stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard I Jóannes Eidesgaard 1 Løgtingslimir í Føroyum 2004-2008. Løgtingið hevði 32 løgtingslimir frá 2004 til 2008. Fastir limir. Her verður meint við teir løgtingslimir, sum vóru valdir, og harumframt fastir varalimir, sum møttu fyri teir fólkavaldu, sum fóru í landsstýri, hesi eru nevnd í "Viðmerkingum" til høgru í talvuni. Løgtingslimir í Føroyum 2002-2004. Føroya Løgting hevði 32 limir millum løgtingsvalini 2002 og 2004. Fastir løgtingslimir. Her verður roknað við øllum fólkavaldum limum Løgtingsins, umframt teimum føstu varalimunum, sum møttu fast fyri tey sum fóru í Føroya Landsstýri. Kristina Háfoss. Kristina Háfoss (fødd Danielsen, 26. juni 1975, uppvaksin á Argjum) er ein føroyskur økonomur, løgfrøðingur, politikari og fyrrverandi svimjari. Hon var fyrstu ferð vald inn á Føroya Løgting í 2002 fyri Tjóðveldi, í 2008 var hon mentamálaráðharri í eitt hálvt ár, í 2015 varð hon vald til fíggjarmálaráðharra, sum onnur kvinnan í føroysku politisku søguni, tann fyrsta var Jóngerð Purkhús. Bakgrund og yrkisleið. Kristina er útbúgvin cand.jur. og cand.polit. frá Københavns Universitet í ávikavist 2002 og 2003. Hon var sett í starv í tað danska Uttanríkisráðið 1998–1999, í danska Fíggjarmálaráðnum 1999–2000 og á Løgmansskrivstovuni sumrini 1999 og 2000. Harumframt var hon fíggjarligur ráðgevi undir arbeiðnum við at skriva eitt útoyggjaálit 2000–2001, økonomur í Landsbanka Føroya 2004–2005 og verkætlanarleiðari og íløguráðgevi í Føroya Banka í 2006. Síðan 2007 hevur hon verið deildarleiðari í Tryggingarfelagnum Føroyar. Av hennara nevndar- og formanssessum kunnu nevnast: Forkvinna í Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) 1999–2000, forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya (BLF) 2005–2006, stýrislimur í P/F Smyril Line síðan 2011 og stýrislimur í tveimum av dótturfeløgunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar síðan 2011. Sum ung svam hon fyri Havnar Svimjifelag og Føroyar, hon gavst at svimja meðan hon gekk í Hoydølum, og fór í staðin at spæla flogbólt. Kristina er abbadóttir Louis Zachariasen. Politiskt arbeiði. Kristina Háfoss var næstformaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag 2001–2002, vald inn á Ting í Suðurstreymoyar valdømi 2002–2004 og limur í starvsnevnd Tjóðveldisflokksins 2004–2005. Í februar 2008 gjørdist hon landsstýriskvinna í mentamálum í aðru stjórn Jóannesar Eidesgaard, men segði sessin frá sær aftur av persónligum ávum í august sama ár. Á løgtingsvalinum 2011 var hon vald inn í Løgtingið, har flokkur hennara kom at sita í andstøðu. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon afturvald og Tjóðveldi gjørdist partur av stjórnini hjá Aksel V. Johannesen. Hin 15. september 2015 varð Kristina útnevnd fíggjarmálaráðharri. Jákup Eli Joensen. Jákup Eli Joensen (føddur 19. november 1982) er ein føroyskur tónleikari, sangari og sangskrivari. Hann er ættaður úr Sumba, men hevur búð í Havn síðan hann var tannáringur. Hansara stóri áhugi er tónleikur. Í 2011 gav hann út fløguna Kom við mer, og ein av sangunum, Vanja, gjørdist landaplága í Føroyum tað árið. Við ársenda varð sangurin tilnevndur Ársins sangur til Planet Awards 2011, sum er eitt afturvendandi tónleikatiltak, sum Miðlahúsið skipar fyri. Sangurin Vanja var tilnevndur saman við 4 øðrum sangum, m.a. einum hjá Páll Finnur Páll og einum hjá nýggja bólkinum Glóð. Tað gjørdist sangurin hjá Jákupi Eli, Vanja, sum vann eina planet heiðursløn til í bólkinum "Ársins sangur". Jákup Eli fær íblástur til sín tónleik frá tónleikabólkinum Páll Finnur Páll, segði hann við morgunsendingina Summarmorgun 24. august 2011. Jákup Eli framførdi á Summarfestivalinum í 2012 á Føroya Tele pallinum. Í august 2012 hevur ein nýggjur føroyskur tónleikabólkur All-in útgivið sangin Vanja í einari heilt aðrari versjón, enn tann upprunaliga hjá Jákup Eli, men tó við sama lagi. Tað eru fleiri sangarar, sum syngja sangin, og teir hava eisini gjørt ein video til sangin. Alt hetta er gjørt í samráð við Jákup Eli, sum eigur bæði orð og lag á sanginum Vanja. Teir fýra í dreingjabólkinum (Boy-Band) eru: Terji Djurhuus, Jóannes Lamhauge, Ólavur á Váli og Dánjal Gomez Gudjónsson. Ársins sangur. Sangurin Vanja hjá Jákup Eli gjørdist Ársins sangur á árligu Planet Awards bæði í 2011 og 2012. Í 2011 var tað hansara egna útgáva, í 2012 var tað í nýggjari útseting og sungið av føroyska tóleikabólkinum All in. Eleftheria Arvanitaki. Eleftheria Arvanitaki (grikskt: Ελευθερία Αρβανιτάκη, fødd 17. oktober 1957 í Pireus) er ein griksk songkvinna. Hon er ættað av oynni Ikaria. 14. mars 2010 metti sjónvarpstøðin Alpha TV, at Arvanitaki var sætt besta songkvinnan í Grikkalandi síðan 1960. Lívsleið. Arvanitaki byrjaði sína lívsleið sum songkvinna í 1980, tá hon gjørdist partur av tónleikabólkinum "Opisthodromiki Kompania" / "Οπισθοδρομική Κομπανία" og í 1981 hevði hon sín fyrsta leiklut sum gestasangari á einari fløvu (CD), tað var fløvan hjá Vangelis Germanos, sum hevur heitið "Ta Barakia". Hon fór úr bólkinum og byrjaði sína solo lívsleið í august 1984 við fløvuni "Eleftheria Arvanitaki". Í august 2004 luttók hon í endahátíðarhaldinum á Olympisku Leikunum í Athen. Hon hevur framført í ymiskum WOMAD og øðrum tónleikafestivalum. Í 2006 luttók hon í jólakonsertini "Frostroses" (Frostrósur) í Reykjavík, Ísland sum partur av einum bólki av songkvinnum sum nevndist "European Divas". Hinar "divurnar" vóru Sissel Kyrkjebø (Noreg), Eivør Pálsdóttir (Føroyar), Petula Clark (Stóra Bretland), Ragga Gisla (Ísland) og Patricia Bardon (Írland). Orsakað av at Arvanitaki hevur kontrakt við Universal Music Group's jazz label Verve Records, er tónleikur hennara blivin útgivin altjóða í ein ávísan mun. Verve hevur givið henni EmArcy label, sum er evropeiski jazz-armurin hjá Universal, hvørs fokus inniber at menna lokal evropeisk talent til ein altjóða kalibur. Hennara upptøkur eru fyri tað mesta framleiddar undir hennara heimsligu avtalu við Universal Music Greece. Hon er systkinabarn við heiðurløn vinnandi griksk-avstralska filmsmakaran Anthony Maras. Arvanitaki hevur vunnið MAD Video Music Awards prísin. Neil Armstrong. Neil Alden Armstrong (f. 5. august 1930 – d. 25. august 2012) og felagi hansara Buzz Aldrin vóru fyrstu menn á mánanum, tá teir fóru hagar við rúmdarfarinum Apollo 11. Tað hendi tann 20. juli 1969. Tá hann setti fótin á mánan, segði Armstrong tey kendu orðini "That's one small step for man, one giant leap for mankind". Armstrong og Aldrin vóru í tveir og ein hálvan tíma á mánanum og gjørdu kanningar. Armstrong var eisini flogskipari undir Koreakrígnum, royndarflogskipari, flogverkfrøðingur og professari. Hann hevur eisini fingið eina stjørnu á Walk of Fame í Hollywood. Armstrong byrjaði hjá Nasa í 1962, og hann gavst tvey ár aftan á mánaferðina. Seinni arbeiddi hann sum professari í verkfrøði. Amerikanski rúmdarmaðurin, Neil Alden Armstrong, ið var fyrsti frá mannaættinum sum setti fótin á mánan doyði 82 ára gamal 25. august 2012. Hann varð lagdur undir skurð fyri hjartatrupulleikar fyrr í mánaðinum. Hann fylti 82 ár eisini fyrr í sama mánaði. Dicuil. Dicuil ella "Dicuilus" var ein irskur munkur og landafrøðingur (føddur í seinni helvt av 8. øld), og sum verður roknaður sum ein tann fyrsti at lýsa Føroyar á skrift. Í umleið 825 gav hann út bókina "liber de mensura Orbis terrae" – "Bók um mát jarðarkringsins". Bókin er ein av fyrstu skriftligu keldunum, ið nevnir oyggjar millum Noreg og Grønland. Ein partur av bókini lýsir ein bólk av smáum oyggjum, ið lógu tætt at hvørjum øðrum. "Her hava einabúgvar búð fyri hundrað árum síðani, men er nú vegna víkingum oyddar fyri einabúgvum og er fult av seyði og fugli". Henda lýsing kann væl hugsast at vera av Føroyum. Roynt hevur verið at víst á høvundan sum ein ávísur "Dicuil" eller "Dichull", ið var abbedur í Palacht og føddur um ár 760, men er tað ikki prógvað. Um Dicuil veitst bara, at hann var limur í einum av írsku kleystrunum í frankiska kongaríkinum, og at hann við egnum eygum kendi oyggjarnar nær Onglandi og Skotlandi, t.e. allarhelst Hebridurnar, Orknoyggjar, Hetland og Føroyar: "Eg havi búð á nøkrum av hesum oyggjum," skrivar hann, "farin á land á nøkrum av hinum, eg havi í minsta lagi sæð fleiri av teimum og lisið um hinar". Millum ár 814 og 816 skrivaði hann eitt verk um stjørnufrøði. Hansara verk um stjørnufrøði er býtt í fýra bøkur í bæði prosa og versi, og yvirlivir í einum einasta útgávu, ið er ogn hjá kleystrunum Saint-Amand, og sum í dag verður varðveitt í Valenciennes. Í 825 skrivaði hann sítt kendasta verk, "Liber de mensura Orbis terrae", ið er um landafrøði. Hetta verk var grundað á verkið "Mensuratio orbis", ið var gjørt eftir boðum frá Theodosius II, eystur-romverskum keisara (ár 435), men "De mensura Orbis terrae" hevur eisini sjálvstøðug virði vegna lýsingar av oyggjunum í Norðuratlantshavi. Teir nýggju partarnir í verkinum eru um Evropa, Asia, Egyptaland og Etiopia, økini á jørðini, tær fimm stóru áirnar, ávísar oyggjar, longd og breidd av tí Tyrrenska havinum, ið liggur millum Sardinia og Sisilia, og tey seks hægstu fjøllini í heiminum, ið mann tá visti um. Fyri norðbúgvar hevur hansara frágreiðing um munkar, ið høvdu búð í Íslandi í seks mánaðir, stóran áhuga. Frá 1.februar til 1. august 795 vitjaði Dicuil írskar einabúgvar í "Thule", t.e. helst Ísland, "har tað ikki var myrkur at forða einum í at gera tað, ein sjálvur vil". Bókmentir. Verkini hjá Dicuil vórðu fyri fyrstu ferð prentað sum "Dicuili Liber de mensura orbis terrae ex duobus codd. mss. bibliothecae imperialis nunc primum in lucem editus a Car. Athan. Walckenaer" (Paris, 1807). Tann seinasta og besta útgávan er tann hjá J.J. Tierney: "Dicuil: Liber de Mensura Orbis Terrae," (Dublin 1967). Naddoddur. Naddoddur (norrønt: Naddoddr, íslendskt: Naddoður) var víkingur, ið uppdagaði Ísland umleið ár 860. Sambært Landnámabók var Naddoddur føddur í Agden í Noregi og var millum fyrstu norðmenn í Føroyum, eftir at Grímur Kamban sum tann fyrsti hevði sett búgv har. Einaferð var hann ávegis aftur til Føroya úr Noregi, men á veg heimaftur kom hann í ódnarveður, misti rætningin og sigldi tí til Íslands. Hann legði at landi í Reyðarfjørði, men fann har ongi fólk. Tað kavaði tann dagin, tey fóru aftur til Føroya, og kallaðu tey tí nýggja landið fyri "Snjóland". Seinni fekk landið sítt núverandi navn, "Ísland". Hetta hava granskarar tulkað sum "ein krossur til minni um Ann, dóttir Naddodds" Tað kann tó ikki prógvast, at faðirin til kvinnuna Ann er sami Naddoddur, sum tann, ið uppdagaði Ísland. Tað er eisini vorðið sagt, at Naddoddur sigldi víðari og kom til Amerika 150 ár áðrenn Leivur Hepni, men er tað einans gitingar. James Cook. James Cook var av skilabestu skiparum og fór væl við manningini. James Cook (f. 7. november 1728 í Yorkshire í Ongland, d. 14. februar 1779 í Kealakekua í Hawai'i) gjørdist kendur, tá ið hann kortlegði stórar partar av Kanada í Sjeyárabardaganum (1756-1763). Bæði í Kanada og í Kyrrahavi teknaði hann nágreiniligari enn nakar annar undan honum. Hann kom til stórar partar av Polynesia, granskaði Suðuríshavið, sigldi kring Nýsæland, kortlegði eysturstrondina við Avstralia og savnaði nógv vísindaligt tilfar. Vísindamenn og listamenn, sum vóru við honum, eygleiddu og festu á blað alla atkomiliga vitan um dýr, fólk og londini, teir vitjaðu. Árini 1768-1779 varð Cook høvuðsmaður fyri teimum rannsóknarferðum í Kyrrahavi og útvegaði evropearum størri vitan um Kyrrahavsoyggjar og Avstralia, enn nakar maður hevði gjørt. Hann var frálíkur sjómaður, rannsóknarfari og oddamaður. Hann var strangur, men virdur maður, og bjargaði heilsuni á monnum sínum, tí at hann legði stóran dent á, at teir fingu rættan kost og vóru reinførir. Hann legði sær altíð nær at fáa gott vinalag við teir polynesarar, hann vitjaði. Allir, sum vóru við á ferðum Cooks, fingu stóra virðing fyri honum, og vórðu honum trúfastir. Tær tríggjar rannsóknarferðirnar. Frá 1768 til 1771 sigldi Cook fyrst til Tahiti, síðan kring Nýsæland, sum hann kortlegði, og haðan til eysturstrondina á Avstralia. Hesi bæði londini vóru áður hildin at vera partur av "Terra Australis" (Suðurland), eitt ovurstórt sagnmeginland. Á aðru ferð síni (1772 til 1775) granskaði Cook Suðuríshavið, suður at ísmarkinum. Cook fann einki land, og tað bendi á, at nevnda sagnland bara kundi verða kring Suðurpólin. Hann kom til næstan allar teir stóru oyggjaflokkarnar í Suðurkyrrahavi. Í 1776 til 1779 leitaði hann eftir Útnyrðingsleiðini úr Evropa, norðan fyri Alaska, til Asia. Á vegnum granskaði hann Hawai'i, og har varð hann dripin í 1779. Listi yvir fólkatingslimir úr Føroyum. Listi yvir fólkatingslimir sum umboða Føroyar tekur øll umboð við, sum eru vald til danska Fólkatingið úr Føroyum. Frá 1849 til 1953 var Fólkatingið eitt av tveimum kømrum í Ríkisdegnum; hitt kamarið var Landstingið. Føroyar valdi eitt umboð til hvørt kamarið, og síðan 1953 velur Føroyar tvey umboð til Fólkatingið. Tað hevur verið vanligt fyri føroysk umboð at hava tilknýti til fólkatingsbólkin hjá ein donskum politiskum flokki, men eisini í nýggjari tíð finnast tað undatøk. Umboð fyri Tjóðveldi eru vanliga ikki við í nøkrum fólkatingsbólki hjá einum donskum flokki. Teir sum í løtuni (2011-) umboða Føroyar á Fólkatingi eru Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, teir eru við í fólkatingsbólkunum hjá ávikavist Venstre og Socialdemokraterne. Bosnia og Hersegovina. Bosnia og Hersegovina (bosniskt og kroatiskt: "Bosna i Hercegovina", serbiskt: "Босна и Херцеговина") er land í Landsynningsevropa. Í øldir hava ymisk fólkasløg búð her, t.d. muslimskir bosniar, katólskir kroatar, ortodoksir serbar og jødar. Tá ið londini tóku sjálvstýri, elvdi stríð ímillum fólkasløgini til blóðugt borgarakríggj. Friðarsamráðingar í Dayton í Ohio fingu partarnar at leggja vápnini síðst í 1995. Fyri borgarakríggið var høvuðsstaðurin, Sarajevo, nýmótans stórbýur, men tá ið kríggið brast á, víggirdu serbar seg í fjøllunum uttan um býin og bumbaðu hann í trý ár, og mong fólk doyðu. Tey, sum vórðu eftir í býnum, toldu nógv hesi árini, og trot var á øllum neyðsynjarvørum. Tá ið serbar tóku seg inn í Bosnia, gjørdu teir tað, ið verður kallað fólkareinsan. Endamálið varð at rudda økið fyri muslimar og kroatar, hóast teir og serbar høvdu búð síð um síð so leingi, nakar visti. Tíggjutúsundtals fólk, ið ikki vóru serbar, vórðu myrd. Upp aftur fleiri flýddu av landinum. Mangir bosniskir muslimar búgva nú sum flóttafólk í m.ø. Týsklandi og Noregi. Bosnia og Hersegovina er eitt land, ið hevur trý almenn mál, kroatiskt, serbiskt og bosniskt. Høvuðsstaðurin, Sarajevo, var vertur fyri Olympisku vetrarleikunum í 1984. Politikkur. Bosnia og Hersegovina er formliga undir leiðslu av ST, har ein ST-útnevndur sendimaður hevur høvuðsyvirlit yvir landinum, og kann koyra politisku leiðsluna í landinum frá. Hetta er skipað gjøgnum sokallaðu Dayton-avtaluna, ið varð undirskrivað í 1995. Á valinum í 2014 til ting landsins verða tríggir forsetar valdir, ein fyri hvørt av størstu fólkasløgunum. Forsetarnir eru valdir í fýra ár, men sita í átta mánaðir, so verður skift til næsta forseta. Í fýra ára skeiðnum situr hvør forseti tvær ferðir átta mánaðir. Landið er býtt í tvey sjálvstýrandi økir, lýðveldi Srpska (Republika Srpska) og lýðveldi Bosnia-Hersegovina. Harafturat kemur Brcko-økið, ið liggur undir hinum báðum men sum formliga er sjálvstýrandi. Tjóðartingið er sett saman av 42 fólkavaldum frá sjálvstýrandi økjunum. 28 tinglimir koma úr Bosnia og Hersegovina og 14 úr Republika Srpska. Samansetingin av stjórn og politisku leiðsluni í ymsu pørtunum av landinum er sera fløkt. Tá ein roknar øll uppí, so hevur landið 14 forsætisráðharrar og 200 ráðharrastovur. Jugoslaviakríggið. Í juni 1991 tóku Kroatia og Slovenia loysing frá samveldinum Jugoslavia. Í 1992 gjørdi Bosnia-Hersegovina tað sama. Eftir fáum mánaðum varð Jugoslavia syndrað sundur í fleiri sjálvstøðug ríki, har Serbia varð sterkasta landið, og blóðugasta kríggj í Evropa eftir Annan heimsbardaga brast á. Allir partar framdu grov krígsbrotverk, hóast altjóða royndir vórðu gjørdar at fáa partararnar at binda frið. Mong tjóðveldið skipaðu fyri tí, sum varð kallað "tjóðskaparlig rensan" og róku fólk, ið høvdu annan uppruna, frá húsum og heimi. Serbar bumbaðu, kringsettu og skutu inn í høvuðsstaðin í Bosnia-Hersegovina, Sarajevo, í trý ár. Kríggið í Bosnia-Hersegovina endaði í november í 1995 við friðartinginum, sum USA stóð fyrsi. Bosniska, serbiska og kroatiska tingið skrivaðu undir endaliga friðarsáttmálan í París, og Bosnia-Hersegovina skuldi gerast eitt sameint land, hóast tríggjar tjóðir - serbar, bosniar og kroatar - búgva har. Umsíðir varð friður aftur eftir bardagar í fýra ár. Kríggið kostaði fleiri enn 200 000 mannalív. Tað fer enn at vera ár at grøða tey sár, kríggið voldi. Póllandbóltur. Brúkaraskaptur Póllandbóltur, sum avmyndar tað pólska flaggið a> og er teknaður sum bretska flaggið, hevur hatta á høvdinum og tekopp í hondini. Póllandbóltur ella Polandball sum tað eitur á enskum og fleiri øðrum málum (eisini kent sum Countryball) er eitt brúkaraskapt internetfenomen. Tað byrjaði á /int/ board of Krautchan.net í 2009. Fenomenið tekur skap eftir einum stórum tali av teknirøðum á internetinum. Teknirøðsfigurnarnir umboða lond og eru teknaðir sum bóltar. Bóltarnir samskifta á hálvbrotnum enskum máli og skemtast við tjóðareyðkennum og altjóða relatiónum. Stílurin verður nevndur bæði Póllandbóltar og Landabóltar (Pollandball og Countryball). Bóltarnir eru teknaðir við litunum á fløggunum hjá ávísum londum. Upprunin til Póllandbóltin. Póllandbóltur byrjaði sum eitt slag av spæli "internetskríggi" millum pólskar brúkarar og brúkarar úr øðrum londum kring heimin á heimasíðuni drawball.com. Heimasíðan loyvir brúkarum at tekna tað sum tey hava hug til. Síðan loyvir eisini brúkarum at tekna útyvir tað sum onnur hava teknað. Krautchan.net er eitt internetforum á týskum máli. /int/ board hjá hesi síðu verður ofta brúkt av enskt-mæltum internetbrúkarum. Sagt verður, at bretski internetbrúkarin "Falco" hevur uppfunnið byrjanina til Póllandbóltin. Hann brúkti MS Paint fyri at skapa bóltarnar. Síðan var tað ein pólskur brúkari, Wojak, sum gav sítt íkast á hálvbrotnum enskum máli. Seinni hava nógvir russar tikið Póllandbóltin til sín og hava gjørt nógvar teknirøðir um tað. Buddha. Hesin træskurður úr 8.-12. øld e.Kr. vísir, tá ið Budda verður føddur. Siddhārtha Gautama Buddha (f. 563 f.Kr. í Nepal, d. 483 f.Kr. í India) var ríkur kongssonur og búði í India, har hann á ungum árum livdi avbyrgdur frá lívsins veruleika í gleði og gleimi. 29 ára gamal fór hann heiman at síggja veruliga lívið. Ein dagin gongur hann seg fram á ein sjúkan mann, ein biddara og ein deyðan. Tað tók honum so fast, at hann gjørdi av at lata alt, hann átti, kvittaði við sítt gagnleysa lív og fór at leta eftir lívsins sonnu meining sum biddari í nøkur ár. Meðan hann sat undir einum bodhitræi í bygdini Uruvela í 528 f.Kr., birtist brádliga fyri honum tað, hann hevði leitað eftir, og hann skilti meiningina og tað óskiljandi við allari líðing. Lív sítt halgaði hann at undirvísa teimum, sum vóru hugað at lýða á læru hansara. Hann tráðaði ikki eftir at vera gudur, men tá ið hann var deyður, gjørdu læruveinar hansara eina nýggja trúarlæru, teir tilbóðu hann og boðaðu tað, hann hevði lært. Henda nýggja trúarlæra varð kallað buddisma eftir indiska orðinum "budda", sum merkir "hin vísi". Húsareyn. Húsareyn er eitt fjall í Føroyum, sum er 345 metrar høgt. Húsareyn er á Streymoynni, í ein útnyrðing av Tórshavn. Nes, Vágur. Nes (danskt: "Næs") er ein bygd í Suðuroy í Føroyum. Listakvinnan Ruth Smith búði á Nesi í nøkur ár, til hon druknaði á Vágsfjørði, uttanfyri Nes, har hon plagdi at svimja. Nes hoyrir til Vágs kommunu. Nes liggur millum bygdirnar Vág og Porkeri. Av Nesi sær man beint yvir á bygdirnar Lopra og Akrar. Toppurin á Beinisvørði sæst eisini av Nesi. Við Áir. Hvalastøðin við Áir í 2010 Við Áir er eitt stað á eystursíðuni á Streymoynni, beint sunnanfyri Hvalvík. Hvalastøðin við Áir. Ein hvalastøð var í har til 1984, tá seinasti hvalurin varð dripin har. Bæði bygningar og maskinur eru til enn, og arbeitt verður við at gera hvalastøðina til eitt sjóvinnusavn og upplivingardepil. Landsstýrið samtykti í 1989, at hvalastøðin við Áir skuldi varðveitast. Í 2007 varð eitt álit skrivað og handað landsstýrismanninum í mentamálum. Mentamálaráðið, Søvn Landsins og Sunda kommuna arbeiða í felag fyri, at hvalastøðin aftur gerast ein virkin miðdepil í Sundalagnum. Peningur varð eisini játtaður, soleiðis at varðveitingararbeiði kundi fara í gongd í 2011. Á heysti 2011 var hvalastøðin opin fyri almenninginum, har umleið 500 fólk vitjaðu. Skúlin Við Áir - Dugni. Dugni hevur ein skúla Við Áir. Hesin skúlin er fyri fólk við skerdum arbeiðsførleika. Tey kunnu taka 9. flokk, 10. flokk ella FHS. Fólk kunnu sostatt umskúlast ella fara undir endurbúgving, so tey kunnu arbeiða innan okkurt annað økið, sum tey megna. Arbeiðsførleikin kann vera skerdur antin kroppsliga, sálarliga ella sosialt. Skúlin er ein kostskúli, og næmingar kunnu búgva á kostdeild skúlans. Buôn Ma Thuột. "Buôn Ma Thuột" (Buon Ma Thuot) er ein býur í Vjetnam, høvuðsstaður í Đắk Lắk landslutinum. Fólkatalið í býnum er umleið 300.000 og er tann størsti býurin í Central Highlands regiónini (Tay Nguyen). Býurin liggur umleið 350 km frá Ho Chi Minh City. Býurin liggur í hálendi á einum rættiliga fløtum øki, í meðal 536 metrav yvir havinum. Slagið um Ban Me Thuot fór fram í býnum í mars 1975, tað spældi ein avgerandi leiklut í Vjetnamkrígnum, ið førdi til at Norðuvjetnam við tí kommunistiska Fólkaheri Vjetnams vann á II Corps (Quân đoàn II) hjá Suðurvjetnam, og at enda tók ræði á Suðurvjetnam, ið var eitt sjálvstøðugt lýðveldi frá 1955 til 30. apríl 1975. Buon Me Thuot Floghavnin liggur í býnum. Listi yvir úrslit hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti. Gundadalur í Havn, har Tórsvøllur og aðrir fótbóltsvøllir eru. Føroyar hava tveir góðkendir fótbóltsvøllir til landsdystir, hin er á Toftum. A-landsliðið hjá Føroyum umboðar Føroyar í altjóða fótbólti. Tað er Fótbóltssamband Føroya (FSF) sum hevur ábyrgdina av føroysku landsliðunum í fótbólti. Føroyar luttekur sum limur í Union of European Football Associations (UEFA). Føroyar gjørdist limur í International Federation of Association Football (FIFA) hin 2. juli 1988 og í UEFA í 1990. Ron Paul. Ronald Ernest Ron Paul (f. 20. august 1935 í Pittsburgh, Pennsylvania) er republikanskur limur í Umboðsmannaráðnum fyri Texas. Ron Paul, sum er úr Texas, er væl umtóktur millum tað yngra fólkið, tí hann hevur verið hart ímóti amerikonsku krígsførsluni í Irak og Afganistan. Hann hevur eisini funnist hvassliga at fíggjarpolitikkinum hjá Barack Obama, sum hevur økt ta almennu skuldina. Nólsoy, Nólsoy. Nólsoy er ein bygd í Nólsoy í Føroyum. Nólsoy hevur 217 íbúgvar (2015). Sørvágsfjørður. Sørvágsfjørður er ein fjørður í Vágoynni í Føroyum. Við fjørðin liggja bygdirnar Sørvágur og Bøur. Sørvágur liggur inni í botninum á fjørðinum, meðan Bøur liggur longri vesturi á norðara armi á fjørðinum. Vørðufelli. Vørðufelli er eitt fjall í Føroyum, sum er 284 metrar høgt. Vørðufelli er á Vágoynni, í Sørvági. Útoyggjar. Útoyggjar er eitt føroyskt heiti, ið verður nýtt um tær smáu oyggjarnar í Føroyum, serliga tær, ið liggja langt bururi frá meginøkinum, ella sum ikki hava gott ferðasamband til meginøkið. Suðuroy og Sandoy verða mettar at vera ov stórar til at koma undir heitið Útoyggjar. Tað finst ein serligur stuðul, ið fólk á útoyggjum kunnu søkja um, fyri at menna útoyggjarnar, stuðulin kann brúkast til ymiskar verkætlanir og verður nevndur "Útoyggjastuðul". Í desember 2001 varð eitt áhugafelag sett á stovn, Útoyggjafelagið, sum skal arbeiða fyri at menna útoyggjarnar eitt nú við at skipa fyri tiltøkum, verkætlanum og øðrum virksemi, ið kann føra til økt virksemi, trivnað og betur umstøður at búleikast á útoyggj. Einaferð um árið skipar Útoyggjafelagið fyri Útoyggjastevnu. Útoyggjar. Hesar oyggjar verða mettar sum útoyggjar í Føroyum. Tunguliðsá. Tunguliðsá er ein á í Føroyum, hon rennur oman gjøgnum Sørvág, áin rennur saman við Hanusará. Dan M. Knudsen. Dan Michael Knudsen (f. 1962) er núverandi ríkisumboð Í Føroyum. Hann var útnevndur ríkisumboð í 2008, tá hann tók yvir frá Søren Christensen, og er av útbúgving Cand.rer.soc frá Syddansk Universitet í 1997. Árini 1997-2000 arbeiddi hann hjá Fíggjarmálaráðnum í Landsstýrinum. Two Harbors. Two Harbors er onnur bygdin í Catalinaoy, Kalifornia. Two Harbors gekk áður undir navninum The Isthmus (á føroyskum eiði). Two Harbors er norðasta bygdin í Catalinaoynni. Grundarlagið undir búskapinum er ferðavinna. Catalina Express siglir 2-4 ferðir um dagin av San Pedro og Marina del Rey til Two Harbors. Two Harbors hevur bara umleið 300 íbúgvar. Tjóðarlundir í USA. Hugtakið tjóðargarður sá dagsins ljós í Sambandsríkinum Amerika um 1870 so hvørt sum íbúgvararnir fluttu seg longur og longur vestureftir. Niðursetufólkini samtyktu, at heilt serliga náttúran í Yellowstone-økinum var fólkaogn. Heimsins fyrsti tjóðargarður varð tí grundlagdur í Yellowstone í 1872. Týdningarmesta endamálið í dag við tjóðargørðum er at tryggja lívfrøðiliga margfeldinum. Hvalastøðin á Gjánoyri. Hvalastøðin á Gjánoyri var tann fyrsta av 7 hvalastøðum í Føroyum. Tað vóru norðmenn, sum bygdu hvalastøðina við tí navnframa Grøn á odda í 1894. Gjánoyri liggur stutt sunnanfyri Langasand. Nógv virksemi var her í eitt tíðarskeið fram til 1925, tá hon læt aftur. Í dag sæst nær um ongin farleið frá hesi áhugaverdu tíðini í føroyskari vinnulívssøgu. Tá hvalaveiðan minkaði aftaná 1. heimsbardaga, vóru bygningar og útgerð tikin niður eftir at støðin læt aftur, og oyran fekk óspiltu náttúruna aftur. Hvalastøðin við Áir. Hvalastøðin við Áir í 2010 Hvalastøðin við Áir varð bygd í 1905 av norðmonnum við Áir á Streymoynni. Hvalastøðin var virkin til 1984, tá seinasti hvalurin varð dripin har. Bæði bygningar og maskinur eru til enn, og arbeitt verður við at gera hvalastøðina til eitt sjóvinnusavn og upplivingardepil. Landsstýrið samtykti í 1989, at hvalastøðin við Áir skuldi varðveitast. Í 2007 varð eitt álit skrivað og handað landsstýrismanninum í mentamálum. Mentamálaráðið, Søvn Landsins og Sunda kommuna arbeiða í felag fyri, at hvalastøðin aftur gerast ein virkin miðdepil í Sundalagnum. Peningur varð eisini játtaður, soleiðis at varðveitingararbeiði kundi fara í gongd í 2011. Á heysti 2011 var hvalastøðin opin fyri almenninginum, har umleið 500 fólk vitjaðu. Tað eru bert tríggjar hvalastøðir av norskum uppruna til nú á døgum í heiminum. Hvalastøðin við Áir er tann einasta norska hvalastøðin sum er til á norðaru hálvkúlu. Hinar báðar eru í Albany í Avstralia og á Suðurgeorgia í Suðuríshavinum. Í 2013 hava umvælingar verið gjørdar á Hvalastøðina við Áir. Í november 2013 svumu fýra augustar (spermar) í Sundalagnum, og av teimum gjørdu tveir landgongd og doyðu sum fráleið. Annar av hvalunum sum doyðu varð sleipaður til Áir, og 26. november 2013 varð hann tikin upp á land við Hvalastøðina við Áir. Lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen setti hol á búkin, og knappliga brast hvalurin og innvølir fóru sendandi og raktu húsaveggin hinumegin, og nakað rakti eisini lívfrøðingin. Hendingin varð tikin upp á film av Kringvarpið Føroya og víst í Degi og viku sama kvøldið og lagt á heimasíðuna hjá Kringvarpinum. Sera nógv fólk hava síðan hugt eftir filmsbrotinum. Augusturin bleiv flensaður dagin eftir, at hann varð tikin upp, og so er ætlanin at beinagrindin av augustinum skal liggja og rotna í sjónum beint við hvalastøðina, og síðan skal hon vísast fram á hvalastøðini. Jurafjøll. Jurafjøllini eru kálkfjøll, sum ganga sum ein óbrotin garður av fjøllum framvið franska markinum í Sveis. Í Jurafjøllunum eru fáir dalar, og tí er har eisini fátt við fólk. Jurafjøllini eru ongastaðir so høg, at tey røkka upp um snjómarki, og tí eru tey næstan øll avvaksin við nálaskógi. Evroparáðið. Evroparáðið er samstarvsráð fyri alt Evropa, leyst av ES. Virkar fyri at verja mannarættindi og grundleggjandi frælsi. 
USA hevur eygleiðarastøðu. Evroparáðið kann ikki taka avgeriðir um løgfrøðiliga bindandi sáttmálar. Ráðið ásetur høvuðsreglur til ES-nevndina at arbeiða til ítøkilig lógaruppskot. Halda fund 2-3 ferðir um árið og leggja stevnumið fyri samstarvið tey næstu árini. Ofta eru mál at avgreiða, sum fíggjar-, uttanríkis- ella landbúnaðarmálaráðharrarnir ikki hava evnað at loysa sínaámillum. NAFTA. NAFTA (stytting fyri North American Free Trade Agreement) er norðuramerikonsk fríhandilsavtala, ið ger, at USA, Kanada og Meksiko eru ein fríhandilsmarknaður. Fríhandilsavtalan kom í gildi tann 1. januar 1994, undir Bill Clinton. Men hon hevur sín uppruna heilt afturi í 1979. Tá tók nú fyrrverandi forsetin Ronald Reagan hugskotið um eina fríhandilsavtalu í Norðuramerika við sum vallyfti, í síni roynd at gerast forsetavalevni hjá Republikanska Flokkinum. Seinni bleiv so NAFTA fríhandilsavtalan undirskrivað av George Bush eldra, táverandi forseta, tann 17. desember 1992. Sjórænarar. Sjórænarar eru menn, ið ræna á sjónum ella frá skipum, sum leggja at á støðum, sum hava ilt við at verja seg, og so ræna teir tað, sum hevur nakað av virði. Bæði fyrr og nú hava sjórænarar eisini rænt fólk, eisini í Føroyum. Summarið 1629 rændu tvey turkisk sjórænaraskip í Hvalba. 6 fólk vórðu dripin og fleiri enn 30 kvinnur og børn vórðu burturflutt. Tey burturfluttu komu ongantíð heim aftur til Føroya. Fyrr í tíðini herjaðu sjórænarar allastaðni, men mest í Karibiahavi, í Indiahavi og aðrastaðni í Asia og fram við landi í Afrika. Flestøll hava lisið um sjórænarar. Hetta eru ógvisligir jassar við klaffa fyri eyganum og við træbeini. Í veruleikanum vóru teir rætt og slætt ránsmenn, sum lupu á friðarlig handilsskip. Tað fyrsta, vit vita um sjórænarar, er fyri 4000 árum síðan, tá ið handilsskip í Miðjarðarhavi stundum vórðu tikin. Mest gjørdu teir um seg umleið 1500 til 1850. Tiltiknasti av øllum sjórænarum var Henry Morgan (1635-1688). Á óvitaárum var hann seldur trælur á Barbados í Karibia. Tilkomin var hann á mangari ránsferð, og sjórænararnir valdu hann flotaovastin sín. Í 1674 setti onglendingakongur hann til varalandshøvding á Jamaika. Kaparar vóru sjórænarar, sum í krígstíð fingu alment loyvi (kaparabræv) at ræna handilsskip hjá fíggindanum. Enn eru sjórænarar í Suðurkinahavi og í Somalia. Teir taka m.a. bátar við flóttafólkum úr Vjetnam. Sjórænarar úr Somalia taka fólk sum gíslar og vilja síðan ikki lata tey leys aftur uttan so at teir fáa eitt sera stórt loysunargjarld afturfyri. Hetta er ein stórur trupulleiki m.a. fyri donsk farmaskip. Skip eru onkuntíð hildin aftur at sjórænarum í meira enn eitt ár. Gomlu sjórænaraskipini vóru smá, sigldu væl og vóru løtt at stýra. Tey flutu høgt á vatninum, so at tey kundu sigla undan inn á grunt vatn, vórðu tey jagstrað, og flestu teirra høvdu so nógvar kanónir, sum til bar at hava. Summar kanónirnar vóru stórar og brúktu stórar metalkúlur. Aðrar vóru minni og kundu snarast á umsar vegir; tey brúktu blýkúlur. Í bókum og á filmum taka sjórænarar ofta stórt ríkidømi, sum teir sigla til óbygdar oyggjar og grava niður. At finna tað aftur, tekna teir skattakort. Gjaldoyrað, sjórænarar brúktu, var sponsk gullmynt, rópt "dublón". Rændu teir gull, smeltaðu teir tað upp aftur til dublónir. Ein dublón var verd átta spanskar "eskudo". Ein tann herviligasti sjórænarin, vit vita um, var onglendingurin Edward Teach, sum varð eyknevndur Svartskeggi. Tað besta, hann fekk at drekka, skuldi vera romm við krúti í. Í bardaga var hann øgiligur: hann bar seks skammbyrsur og flættaði fjús í hárið og festi eld í. Hann doyði umborð á enskum herskipi í 1718. ISBN. ISBN stendur fyri International Standard Book Number, sum merkir Millumtjóða StandardBókaNummar. Einhvør bókaútgáva fær tillutað eitt 13-siffrað tal at eyðmerkja hana við. Landsbókasavnið er føroysk ISBN-skrivstova og umsitur okkara landsøki í samstarvi við International ISBN Agency í London. Laura Vinther, leiðari á Tjóðbókaskránni, stendur fyri umsitingini av føroyska ISBN. Alment. Í 1967 settu bókahandlar og útgevarar í Bretlandi í gildi eina skipan við einum 9-siffraðum SBN (Standard Book Number), sum varð brúkt fram til 1974. Í 1970 kom í gildi ein felags avtala millum flestøll lond í heiminum um eitt 10-siffrað ISBN. Bretska SBN kundi gerast um til ISBN við at seta eitt 0 frammanfyri. Fyrst í 21. øld varð avgjørt, at ISBN skuldi gerast til ein part av tí meiri umfatandi skipanini EAN, og síðani 1. januar 2007 hevur ISBN tí verið 13-siffrað. Tað gamla ISBN-10 kundi gerast um til ISBN-13 við at seta 978 frammanfyri og rokna tað síðsta talið av nýggjum eftir reglunum hjá EAN. Nýggj ISBN kunnu eisini byrja við 979, men tá er fjórða siffurið ikki 0, tí at bólkurin 979-0- er tillutaður ISMN. Eftir at tað 13-siffraða ISBN er sett í gildi, hevur ein bókaútgáva sama EAN og ISBN, tó við tí muni at EAN hevur hvørki bindistrikur ella millumrúm. T.d. hevur bókin Fiskar undir Føroyum ISBN ella og EAN. Eftir gomlu skipanini hevði bókin ISBN. Taláseting. ISBN hevur 5 talbólkar (fyrr 4). Annar, triði og fjórði bólkur hava til samans 9 siffur, men hvør bólkur sær kann hava ymiskt tal av siffrum. Teir 5 bólkarnir verða skildir sundur við bindistrikum ella millumrúmum. Bólkanummar. Her eru nøkur dømi um bólkanummur. Ein fullfíggjaður listi er at finna á ISSN. Periodika, herundir tíðarrit, verða merkt við einum ISSN. Fiskimálaráðharrar í Føroyum. Fiskimálaráðharrin í Føroyum ella landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er limur í Føroya Landsstýri. Fiskivinnumál hava verið málsøkið hjá einum landsstýrismanni í Føroyum síðan 1959, undantikið tíðarskeiðið 1985-1989, tá løgmaður umsat fiskivinnumál. Fiskivinnumál hava verið partur av einum størri ráði, men nú er tað í einum ráði fyri seg og verður nevnt Fiskimálaráðið, tó eru landbúnaðarmál eisini partur av málsøkjunum hjá ráðnum. Orkestur. Orkesturleiðari. Tann, ið stjórnar, vísir orkestinum stevið við handarkeipunum. Orkestur eru ikki bara hissini ljóðføri, sum savnað eru saman. Neyvt er ætlað, hvussu tey ymsu ljóðførissløgini eru sett saman. Hvør hevur sín lítla ella stóra leiklut, tá ið tónleikur verður spældur. Ongantíð spæla so nógvir tónleikarar saman sum í "symfoniorkestri". Í symfoniorkestri eru vanliga 90 tónleikarar. Ljóðførini eru skipað í fýra høvuðsflokkar: Streingjaljóðføri, træblásarar, messingarblásarar og slagtól. Áður vóru orkestrini leysligari skipað. Tá spældu tónleikarar á teimum ljóðførum, teir áttu sjálvir ella høvdu fyri hond. Men tónaskøld í 18. øld vildu hava vissu fyri, at teirra tónleikur varð ikki øðrvísi spældur, enn hann var ætlaður. Tí viðmerktu teir á nótablaðnum tað, sum hvørt ljóðføri sær skuldi spæla. Tíðliga í 20. øld høvdu symfoniorkestrini ment seg til tað, tey nú eru. Mangir stórbýir í bæði Evropa, Russlandi og USA høvdu - og hava enn - síni egnu symfoniorkestur. Mæt tónaskøld sum Ludwig van Beethoven og Wolfgang Amadeus Mozart skrivaðu mikil orkesturverk, nevnd symfoniir. Symfoniorkestrini eita eftir hesum tónleikinum, men tey spæla eins væl annan klassiskan tónleik og lættari tónleik við. Tann, ið stjórnar orkestrinum, vísir stevið við handarkeipum ella taktstavi, so orkestrið sær, hvussu stevið skal vera. Orkesturleiðarin stjórnar orkestrinum øðrvísi, enn til dømis løgreglan stýrir ferðsluni. Hann setur dám á tónleikin, at hvør framførsla skal vera minnilig. T.d. Arturo Toscanini (1867-1957) dugdi sera væl at gera tónleikin livandi. Klassiskur tónleikur. Franz Joseph Haydn (1732-1809), uml. 1770. Klassiskur tónleikur rúmar klárleika, smidligheit og gjøgnumskygni. Hesin tónleikur bøtir um bindindi, minni og rúmligu kensluna. Gransking. Kanningar hava víst, at klassiskur tónleikur hevur stóra ávirkan á intellektið og kreativu menningina hjá nýføðingum. Tónleikurin ger, at nýføðingarnir lættari kunnu tillaga natúrligu rytmuna í kroppinum; hann minkar um strongd og økir um auditiva og kensluliga intelligensin. Sagt verður, at vit bara brúka ein brotpart av kapasitetinum hjá heilanum. Tónleikur spælir ein avgerandi leiklut, tá ið innlæring verður til spæl, tí hann stimbrar høgru heilahálvu, og vit fáa ein størri part av okkara uppmerksemi og heilakapasiteti at ráða yvir. Og so verður tað stuttligt at læra nakað nýtt. Mumitrøllið. Mumitrøllið (svenskt: "Mumintroll", finskt: "Muumi") eitur ein røð av barnabókmentum, sum finski rithøvundin Tove Jansson skrivar. Bøkurnar um Mumi eru vorðnar heimskendar. Jansson hevur bæði skrivað og teknað bøkurnar. Bøkurnar eru eisini gjørdar til teknirøðir og teknifilmar. Teknifilmarnir hava verið vístir í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya við føroyskum røddum. Heilsumálaráðharrar í Føroyum. Heilsumálaráðharrin ella landsstýrismaðurin í heilsumálum (tá ein kvinna situr í sessinum verður heitið landsstýriskvinna brúkt) hevur verið ein ráðharrasessur í Føroya Landsstýri síðan 1968. Heilsumál hava ofta ligið í sama ráði sum almannamál, men í 2008 bleiv tað eitt ráð fyri seg. Líka síðan hesin landsstýrisposturin varð til, hevur hann oftast verið mannaður av vinstrasinnaðum ráðharrum. Hesin ráðharrasessurin var frá 1980-árunum til 2004 merktur av at ráðharrin var skiftur út áðrenn valskeiðið var úti. Almanna- og heilsumálaráðið varð býtt sundur í tvey ráð í 2008. Ingmar Bergman. Ernst Ingmar Bergman, f. 14. juli 1918 í Uppsala, d. 30. juli 2007, var ein svenskur leikstjóri og leikrithøvundur. Lars von Trier. Lars von Trier, f. 30. apríl 1956 í Kongens Lyngby, er ein danskur filmsleikstjóri og leikrithøvundur. Hann gekk á Den Danske Filmsskole 1979-83. Hann er kendur fyri at vera eksperimenterandi, tá hann ger filmar, og saman við Thomas Vinterberg, Kristian Levring og Søren Kragh-Jacobsen hevur hann skapt dogmurørsluna (Dogme95). Fleiri av filmum hansara hava vunnið danskar, norðurlendkar og altjóða heiðurslønir. Í 2009 vann hann Filmvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri filmin Antichrist. Teir flestu av filmum hansara hava verið tilnevndir ein ella fleiri virðislønir á Cannes Filmsfestivalinum. Filmurin Breaking the Waves vann 1. virðisløn dómarans í Cannes, og í 2000 vann filmurin Dancer in the Dark tann Gylta Pálman í Cannes. Trier gjørdi um seg í Cannes hin 19. mai 2011, tá hann segði segði seg hava eitt ávíst forstáilsi fyri Adolf Hitler, og í skemti segði hann seg vera nazist. Leiðslan á Filmsfestivalinum í Cannes avgjørdi at nevna Trier sum Persona non grata. Tað var fyrstu ferð at tað er hent á filmsfestivalinum. Lars von Trier hevur av og á tunglyndi og so hevur hann eisini trupulleikar við fobium, eitt nú torir hann ikki at flúgva, og tað hevur onkuntíð gjørt, at hann ikki er møttur á filmsfestivalum, har filmar hansara hava verið tilnevndir. Lars von Trier er tann mest vinnandi danski filmsleikstjórin tá talan er um Bodil virðislønina fyri besta danska filmin, hann hevur vunnið hesa virðislønina 7 ferðir (1985, 1992, 1995, 1997, 2004, 2010 og 2012). Bodil virðislønin fyri besta danska filmin. Bodil virðislønin fyri besta danska filmin er ein av Bodil virðislønunum, sum Filmmedarbejderforeningen letur og sum varð sett á stovn í 1948. Dómaranevndin kann velja ikki at lata nakra virðisløn, um hon ikki finnur nakran film sum er nóg góður eftir teirra metan. Tað er hent einaferð, tað var í 1974. Dómaranevndin kann eisini velja at geva virðislønina til meira enn ein film, tað hendi í 1955. Lars von Trier er við 7 virðislønum (1985, 1992, 1995, 1997, 2004, 2010 og 2012) tann leikstjórin, ið hevur móttikið virðislønina oftast. Nils Malmros (1975, 1977, 1984 og 1993) og Lau Lauritzen junior (1949, 1951, 1952, 1954) hava báðir móttikið virðislønina fýra ferðir. Tríggjar av virðislønunum hjá Lau Lauritzen eru vunnar saman við Bodil Ipsen. Landsstýri síðan 1948. Ólavsøkudagur 2012 eftir skrúðgonguna úr dómkirkjuni niðan til Tinghúsvøllin. Tey flestu av landsstýrisfólkunum, sum hava sitið síðan 2011 og løgmaður síggjast á myndini. Føroya Landsstýri er umboðað av samgonguflokkunum í Føroya Løgtingi. Ein landsstýrismaður ella landsstýriskvinna nýtist ikki at vera fólkavald, men sum oftast eru tey tað. Tað eru flokkarnir, sum avgera, hvønn tey velja til landsstýrismann ella kvinnu, tó skal løgmaður góðkenna valið, áðrenn viðkomandi gerst landsstýrismaður. Sum tað sæst, so er talið av landsstýrisfólkum økt við tíðini, og onkuntíð minkað aftur. Ein landsstýrismaður hevur ábyrgdina á nøkrum málsøkjum, t.d. hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ábyrgdina av fíggjarmálum í Føroyum. Fleiri stór málsøki kunnu vera í einum aðalráði, sjálvt um tað ofta bert eitur eftir tí størsta málsøkinum. Niðanfyri sæst yvirlit yvir tey landsstýri sum hava sitið síðan 1948. Ragnvaldur Jensen. Ragnvaldur Jensen (føddur 1989 á Sandi) er ein føroyskur svimjari, sum luttók fyri Føroyar á Paralympisku leikunum í september 2012. Venjari hansara er Rúni Gaardbo, sum eisini er høvuðsvenjari hjá Svimjifelagnum Flot. Paralympisku Leikir 2012. Ragnvaldur var einasti føroyingur sum luttók á Paralympisku Leikunum 2012. Hann luttók í 100 metrar bringusvimjing í bólkinum fyri svimjarar við menningartarni (SB14). Ragnvaldur er ættaður av Sandi. German Open 2010. Ragnvaldur luttók saman við tveimum øðrum føroyingum á German Open 2010 svimjistevnuni. Ragnvaldur vann 5 heiðursmerki á stevnuni, trý gull og tvey silvur heiðursmerki. EM 2009 fyri fólk við breki. Ragnvaldur luttók á Evropameistastevnu í Íslandi í 2009. Hann vann bronsu í 100 metrar bringu á langgeil við tíðini 1:17.20. Hann svam eisini 100 m rygg og gjørdist nummar fimm við tíðini 1:16.86. Paralympiskir Leikir. Paralympisku Leikirnir er ein stór altjóða ítróttarstevna fyri ítróttarfólk við kroppsligum ella sálarligum breki. Síðan Olympisku Leikirnir vóru hildnir í Soul í Suðurkorea í 1988 hava Paralympisku Leikirnir verið hildnir í sama býi og beint eftir teir Olympisku Leikirnir. Í 2012 verða leikirnir hildnir í London í september, har Olympisku Leikirnir fyri frísk ítóttarfólk vóru hildnir í London í juli og august. Allir Palalympiskir Leikir verða fyriskipaðir av Altjóða Paralympisku Nevndini (International Paralympic Committe, stytt IPC). Paralympisku Leikirnir hava ment seg frá at vera ein lítil ítróttarstevna, sum bretskir krígsveteranar frá Seinna Heimsbardaga tóku stig til í 1948 til at vera ein av heimsins størstu ítróttarstevnum ella ítróttartiltøkum. Fyrstu Paralympisku Leikirnir sum ikki bert vóru fyri krígsveteranar vóru hildnir í 1960 í Róm, har 400 ítróttarfólk frá 23 londum kappaðust. Síðan 1960 hava Paralympisku Leikirnir verið hildnir sama ár sum Olympisku Leikirnir. Paralympisku Leikirnir verða fyriskipaðir paralelt við Olympisku Leikirnir. Tað eru bæði summarleikir og vetrarleikir fyriskipaðir. Føroyar á Paralympisku Leikunum. Føroyar kunnu luttaka á Paralympisku Leikunum sum egin tjóð og undir Merkinum. Tá talan er um Olympisku Leikirnir mugu føroyingar luttaka undir donskum flaggi. Fleiri føroyingar hava luttikið á paralympisku leikunum og fleiri hava eisini vunnið heiðursmerki á leikunum. Í 1984 luttóku Katrin Johansen, Ólavur Kongsbak og Kristvør Rasmussen, tey vunnu ikki nakað heiðursmerki. Á Paralympisku Leikunum í Seoul í 1988 vann Christina Næss 1 gull og 1 silvur heiðursmerki, Katrin Johansen vann eitt silvur og eitt bronsu heiðursmerki og Tóra við Keldu vann eitt silvur og 2 bronsu heiðursmerki. Johan Samuelsen luttók eisini í fleiri kappingum í 1988. Í 1992 luttóku Tóra við Keldu og Durid Svensson. Tóra vann tá eitt silvur heiðursmerki. Í 1996 í Atlanta vann Tóra við Keldu eitt silvur heiðursmerki. Ester Høj luttók eisini í fleiri kappingum í 1996. Í 2000 í Sydney vann Heidi Andreasen 3 silvur og eitt bronsu heiðursmerki. Esther Hansen luttók eisini í 2004. Í Athen 2004 vann Heidi Andreasen eitt bronsu heiðursmerki. Í 2008 luttók Heidi Andreasen fyri Føroyar, men tá eydnaðist tað henni ikki at vinna nakað heiðursmerki. Í 2012 svam Ragnvaldur Jensen fyri Føroyar, men hann vann ikki nakað heiðursmerki. Føroyar hava næstan bara luttikið innan svimjing á Paralympisku Leikunum, tó luttók Heini Festirstein í borðtennis í 1992. Í 2016 skal svimjarin Krista Mørkøre luttaka fyri Føroyar. Føroyar á Paralympisku Leikunum. Føroyar luttóku fyri fyrstu ferð á Summar Paralympisku Leikunum í 1984, og hava luttikið hvørja ferð siðan. Føroyar hava ongantíð luttikið á Vetrar Paralympisku Leikunum. Svimjing er tann ítróttargreinin har Føroyar hava vunnið øll heiðursmerkini í, og svimjing er eisini við einum undantakið í 1992, tá Føroyar eisini hevði umboðan í borðtennis, einasta svimjigrein, ið Føroyar hava luttið við á Paralympisku Leikunum. Tað besta árið fyri Føroyar var 1988, tá føroysku luttararnir vunnu heili 7 heiðursmerki, harav eitt var gull, sum Christina Næss vann. Heidi Andreasen er tað ítróttarfólki, sum hevur vunnið flest heiðursmerki fyri Føroyar á Paralympiaduni, hon hevur vunnið 5 heiðursmerki: 3 silvur og 2 bronsu. Fýra av hesum vann hon í 2000 og tað eina í 2004. Føroyar á Summar Paralympisku Leikunum í 1988. Føroyar luttóku á Summar Paralympisku Leikunum 1988 í Seoul, Suðurkorea. Tað vóru fýra ítróttafólk, ið øll vóru svimjarar, ið luttóku á leikunum: Katrin D. Johansen (seinni nevnd Katrin Dagbjartsdóttir), Christina Næss, Johan Samuelsen og Tóra við Keldu. Paralympisku Leikirnir í 1988 vóru teir leikirnir, har Føroyar kláraðu seg best til nú. Føroysku svimjararnir vunnu tað fyrsta og higartil einasta gull heiðursmerki til Føroyar, tað var Christina Næss, ið vann gull í C3 100 m rygg. Hon fekk eisini silvur í C3-4 400 metrar frí. Katrin Johansen fekk silvur í C8 100m frí og bronsu í C8 100m rygg. Tóra við Keldu fekk silvur í L6 100m frí og bronsu í bæði L6 400m frí og í L6 100m firvald. Jóan Petur Davidsen. Jóan Petur Davidsen (f. 3. november 1890 á Sandi d. 6. desember 1972), var politikari fyri Javnaðarflokkin og hondverkari. Jóan Petur Davidsen var løgtingslimur 1936-1970 fyri Javnaðarflokkin, valdur í Sandoyar valdømi.Hann var landsstýrismaður árini 1948-1950 í fyrsta landsstýrinum aftaná at Heimastýrislógin kom í gildi. Hann var fyrsti formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, ið stovnaðist 1916. Trygvi Samuelsen. Trygvi Samuelsen (f. 16. september 1907 í Fuglafirði d. 19. februar 1985) var føroyskur politikari fyri Sambandsflokkin og sakførari. Trygvi Samuelsen var løgtingslimur fyri Sambandsflokkin í 1943-1946 og 1949-1974, valdur í Suðurstreymoyar valdømi, og sat hann í Tórshavnar Býráð 1936-1964. Árini 1970-1974 var hann formaður fyri Sambandsflokkin. Hann var útbúgvin sum løgfrøðingur (cand.jur.), og var sakførari. Hann er sonur Andrass Samuelsen, løgmann 1948-1950 og pápabeiggi Lisbeth L. Petersen, sum var løgtingskvinna 1990 til 2008. Ole Jacob Jensen. Ole Jacob Jensen ella Óla Jákup Kristian Jensen (f. 3. januar 1898 í Kvívík d. 9. apríl 1991) var tinglimur og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin. Ole Jacob Jensen var løgtingslimur árini 1943-1945 valdur í Norðurstreymoyar valdømi. í 1957-1958 var hann landsstýrismaður fyri Hákun Djurhuus, ið var vorðin valdur í Fólkatingið. Hann var útbúgvin skipari, og starvaðist sjómaður, skipari og keypmaður, og sat í nevndini fyri Sjóvinnubankanum árini 1954-73, og í Føroya Skipara- og Navigatørfelag í fleiri ár frá 1931, harav sum formaður í átta ár. Jákup Mikkelsen (1970). Jákup Nolsøe Mikkelsen (føddur 14. august 1970 í Klaksvík) er ein føroyskur fótbóltsleikari, málmaður. Hann er landsliðsleikari og hevur spælt meira enn 70 dystir fyri Føroyar. Hann hevur sett heimsmet fyri at vera tann elsti fótbóltsmálmaður í heiminum, sum hevur vart málið fyri sítt land í altjóða dysti. Hetta hendi, tá hann vardi málið hjá Føroyum móti Íslandi í vinardysti hin 16. august 2012 á Laugardalsvøllinum, tá var Jákup 42 ár og ein dag gamal. Hann er tann landsliðsleikarin hjá Føroyum, sum hevur spælt næstflestar A-landsdystir. Bara Fróði Benjaminsen og Óli Johannesen hevur spælt fleiri dystir enn Jákup. Lívsleiðin í fótbóltsfeløgum. Jákup Mikkelsen byrjaði sum málmaður og miðvallaleikari hjá KÍ, har hann spældi vaknamannafótbólt frá 1988 til 1992. Hann spældi eisini 14 dystir fyri KÍ í 1993 og 15 dystir í 1994. Í 1990-árunum spældi spældi hann mest í Danmark og Noregi. Eitt stutt skiftið spældi hann eisini við skotska felagnum Partick Thistle Síðan flutti hann heimaftur til Føroya, har hann fyrst spældi við KÍ í 2004, síðan við B36 frá 2005 til 2007. Í 2008 og 09 spældi hann aftur við barndómsfelagnum KÍ, og síðan 2010 hevur hann spælt við ÍF. Tá Jákup spældi í Danmark spældi hann við Herfølge BK í fleiri ár. Í 1999/2000 tá Herfølge vann meistaraheitið spældi Jákup við allar dystir uttan tveir. Hann gjørdist tann fyrsti føroyingurin sum vann steypakapping uttanfyri Føroyar. Jákup spældi báðir dystirnir við Herfølge móti Rangers í 2000/2001 Champions League innleiðandi umfar og fýra dystir afturat í UEFA Cup tað kappingarárið. Hann spældi 136 dystir fyri Herfølge BK. Eftir at hava spælt við Herfølge í 5 ár vunnu hann og felag hansara danska meistaraheitið. Norskar hvalastøðir. Listi yvir norskar hvalastøðir. Normenn høvdu 214 hvalastøðir kring heimin, harav vóru 7 í Føroyum. Hvalastøðin við Áir er tann einasta norska hvalastøðin sum enn er til á norðaru hálvkúlu. Niels Winther Poulsen. Niels Christoffer Winther Poulsen (f. 3. oktober 1902 í Skopun d. 19. mars 1990) var politikari og lærari. Niels Winther Poulsen var landsstýrismaður 1959-62 og 1963-67 umboðandi Sjálvsstýrisflokkin, og var  bygdaráðsformaður í Sumbiar kommunu 1935-39, og bygdaráðsformaður í Skopunar kommunu 1950-58. Hann fekk læraraprógv á Jonstrup seminarium 1928, og starvaðist sum lærari í Hvalba 1928-31, í Sumba 1932-40 og í Skopun 1940-69, undantikin skeið sum landsstýrismaður. Hann var nevndarlimur í Føroya Lærarafelag 1956-59. Villi Sørensen. Vilhelm Martin «Villi» Sørensen (f. 5. desember 1923 á Viðareiði, d. 1. januar 1970) var lærari, blaðstjóri og politikari fyri Javnaðarflokkin. Villi Sørensen var útbúgvin lærari á Føroya Læraraskúla í 1954, og arbeiddi sum lærari í Klaksvík 1955–1970. Hann var eisini blaðstjóri á Sosialinum 1950–1968. Tann 19. november 1968 varð hann landsstýrismaður í samferðslu- og fiskivinnumálum í triðja landsstýrinum hjá Kristiani Djurhuus. Sørensen doyði, meðan hann sat sum landsstýrismaður, tann 1. januar 1970, og varð Atli Dam valdur at eftirfylgja hann. Eli Nolsøe. Eli Nolsøe (f. 28. mars 1920 í Vági, d. 20. november 1996) var skrivstovumaður og politikari fyri Sambandsflokkin. Eli Nolsøe var landsstýrismaður í fiskivinnu-, handils- og løgmálum 1970–1975 og valdur á Løgting árini 1978-1984. Hann hevði studentsprógv og skrivstovuútbúgving. Í sínum lívi arbeiddi hann sum kontórmaður á sýslumanskontórinum í Klaksvík, hjá J.F. Kjølbro, hjá SEV, hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd og hjá Arbeiðeftirlitinum. Eitt tíðarskeið var hann eisini læraravikarur. Eli Nolsøe er pápi kendu tónleikararnar Rana Nolsøe og Eyðun Nolsøe úr tónleikabólkinum Frændur. Asbjørn Joensen. Asbjørn Joensen (f. 11. juli 1927 í Skálavík, d. 21. oktober 1993) var politikari fyri Sjálvsstýrisflokkin og stjóri fyri tekniska skúla í Klaksvík. Asbjørn Joensen sat sum løgtingslimur fyri Sjálvsstýrisflokkin tíðarskeiðið 1974-1988 og 1990-1993 valdur í Norðoya valdømi. Hann var landsstýrismaður í kommunu-, mentanar- og skúlamálum árini 1972-1975. Árini 1966-1972 var hann formaður í Føroya Kommunufelag, og var hann limur í stýrinum fyri SEV árini 1977-81, harav var hann formaður í 1978-1981. Hann var býráðslimur í Klaksvíkar Býráð 1966-1980, harav borgarstjóri í kommununi 1966-1968. Hann var útbúgvin maskinmeistari í 1951 og verkfrøðingur í 1959. Hann var stjóri fyri Tekniska skúla í Klaksvík 1966-91. Demmus Hentze. Demmus Hentze (føddur 4. desember 1923 á Sandi, deyður 3. januar 2016 í Tórshavn) var advokatur og politikari fyri Fólkaflokkin. Demmus Hentze varð løgfrøðingur (cand.jur.) frá Keypmannahavnar Universiteti í 1952. Hann varð advokatfulltrúi í 1953, landsrættarsakførari í 1958 og hevði egið advokatvirki, Advokatskrivstovan Hentze, 1981–2010. Demmus Hentze var brasilianskur konsul í Føroyum. Demmus Hentze var valdur á Løgting í Sandoyar valdømi 1966-1974 og 1978-1980 (undantikin tíðarskeið sum landsstýrismaður). Hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum 1975-1981. Hann gavst í politikki eftir skeiðið sum landsstýrismaður, sum endaði 5. januar í 1981. Familja. Demmus Hentze varð giftur við Helenu, fødd Debes. Tey áttu døturnar Turið Debes Hentze, sum er advokatur, Bergljót Debes Hentze, sum starvast í Kringvarpinum og Annu Debes Henze, sum er sálarfrøðingur. Lisbeth Nebelong. Lisbeth Nebelong lesur úr skaldsøgu síni "Møde i mol" í Pubbini á Tvøroyri í oktober 2014. Lisbeth Nebelong (fødd 1955 í Keypmannahavn) er ein donsk blaðkvinna, rithøvundur, merkonom og Master of Public Management. Hon hevur tilknýti til Føroyar við tað at hon í barna- og ungdómsárum búði í Føroyum í nøkur ár við familju síni. Tá hon skrivaði sína fyrstu skaldsøgu var tað við íblástri frá ungdómstíðini í Føroyum. Skaldsøgan, sum kom út í 2003, eitur "Når engle synger Mozart". Fimm ár seinni kom skaldsøgan "Færøblues", sum eisini gongur fyri seg í Føroyum og er framhald av tí fyrru. Triðja bókin í Føroya-trilogi hennara kom út í 2014. Umframt skaldsøgurnar hevur hon eisini givið bøkur út um búskap og ferðing, hon hevur eitt nú skrivað "Turen går til Færøerne", sum Politikens Forlag hevur givið út. Olaf Olsen. Olaf Olsen (f. 17. apríl 1935 í Søldarfirði) er fyrrverandi vinnulívsmaður og politikari fyri Fólkaflokkin. Olaf Olsen er útbúgvin stýrimaður 1959 og skipsførari 1965 við prógvi frá Danmarks Tekniske Højskole 1967. Hann starvaðist sum skipari i 1959-71, sum stjóri fyri P/F Vónini 1971-81 og 1983-89, og sum stjóri fyri F Beta 1977-81, 1983-89 og 1994-2004. Olaf Olsen var løgtingslimur tíðarskeiðið 1980-1994 og landsstýrismaður 1981-1983 í fiskivinnu- og handilsmálum og í 1989-1991 í ídnaðar-, heilsu- og landbúnaðarmálum. Hann var nevndarlimur í Fiskivinnuráðnum 1979-80, nevndarformaður fyri Fiskamarknaði Føroya frá 1993.Hann var varða løgmaður hjá Jógvan Sundstein 1989 - 91, og var hann í nevndini fyri Føroya Banka 1979-89 og 1991-93. Eilif Samuelsen. Torben Eilif Lindenskov Samuelsen (f. 22. mai 1934 í Fuglafirði) er fyrrverandi lærari og politikari fyri Sambandsflokkin. Eilif Samuelsen fekk læraraprógv á Haslev seminarium í 1958. Hann starvaðist sum lærari í Fuglafirði 1958-59, í Hvalvík 1959-65, Tórshavnar kommunuskúla 1965-68 og Venjingarskúlanum 1968-99. Hann var løgtingslimur 1978-1990, skeiðini sum landsstýrismaður undantikin. Hann var landsstýrismaður í skúla-, almanna- og orkumálum árini 1981-1985 og í umhvørvis-, orku-, skúla-, kommunu- og norðurlandamálum árini 1994-1998. Hann var bygdarráðsformaður í Hvalvíkar kommunu 1963-1965. Hann var formaður í Føroya Lærarafelag 1968-1980, í Landsskúlaráðnum 1992-94, í Mentanargrunni Føroya Løgtings 1986-94 og 1998-2000, formaður í Tórshavnar Musikkskúla 1988-1998. Eilif Samuelsen er abbasonur Andrass Samuelsen, sum var Føroya løgmaður 1948-1950. Páll Vang. Páll Vang (f. 8. august 1949 á Tvøroyri) er fyrrverandi lærari og politikari fyri Fólkaflokkin. Páll Vang tók læraraprógv á Holbæk seminarium 1973. Eftir staðið læraraprógv arbeiddi hann sum lærari á Venjingarskúlanum í Havn 1974-75, á Tvøroyri 1975-86 og í Trongisvági 1994. Hann hevði meklaravirki 1986-93. Hann var landsstýrismaður í landbúnaðar-, heilsu-, samferðslu- og løgmálum árini 1981-1985 umboðandi Fólkaflokkin.  Hann var býráðslimur í Tvøroyrar kommunu 1985-2000, harav býráðsformaður 1993-96 og 1997-2000. Hann hevur verið nevndarlimur í Føroya brunatrygging og í stýrinum fyri Suðuroyar sjúkrahús. Hann var formaður í Kommunubólkinum 1993-96. Tórbjørn Poulsen. Tórbjørn Poulsen (f. 25. januar 1932 í Tórshavn - d. 7. november 2014) var ein føroyskur verkfrøðingur og politikari fyri Sjálvstýrisflokkin. Tórbjørn Poulsen var landsstýrismaður í fíggjar-, kommunu- og mentanarmálum árini 1981-1985. og var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í 1988-1990. Hann varð útbúgvin sivilverkfrøðingur í 1959, og starvaðist sum leiðari á Loranstøðini á Eggjunum í Vági 1959-62, og sum verkfrøðingur hjá Post- og telegrafverkinum í Danmark 1962-73, sum deildarleiðari á Telefonverkinum 1973-97, undantikið skeiðið sum landsstýrismaður. Hann var limur í Tórshavnar Líkningarnevnd 1985-88, Stýrislimur í Norðurlandahúsinum 1985-91 og 1996-97, limur í Yvirfriðingarnevndini frá 1991, og stýrislimur í NAPA 1998-2000. Jógvan Durhuus. Jógvan A. Olafsson Durhuus (f. 19. februar 1938 í Vestmanna) er fyrrverandi postavgreiðslumaður og politikari fyri Tjóðveldisflokkin. Hann hevur studentsprógv. Hann hevur sitið í nevndini fyri Tryggingarsamband Føroya. Durhuus er giftur við Hervør Hanusardóttir Durhuus (fødd Høgadalsá), dóttir Hanus við Høgadalsá. Jógvan Durhuus var tinglimur 1970-1980, 1984-1990 og 1994-2002, burtursæð frá skeiðunum sum landsstýrismaður 1985-1989, valdur í Norðsteymoyar valdømi. Síðan var hann fyrsti varamaður fyri Nikláa Petersen til 2004. Durhuus var landbúnaðar-, skúla-, orku- og heilsumálaráðharri frá 1985 til 1988, og síðan landbúnaðar-, skúla- og heilsumálaráðharri frá 1988 til 1989. Hetta tíðarskeiðið var hann eisini varaløgmaður, og Øssur av Steinum møtti á Tingi fyri hann. Durhuus var limur í Útnorðurráðnum frá 1996–2001, og var formaður í ráðnum frá 1999 til 2000. Jóngerð Purkhús. Jóngerð Jensina Purkhús (f. 22. januar 1937 í Klaksvík) er búskaparfrøðingur (cand.polit) og fyrrverandi landsstýriskvinna og løgtingslimur fyri Tjóveldisflokkin. Hon var fyrsta kvinna í Landsstýrinum. Jóngerð Purkhús var sum fyrsta føroyska kvinna útbúgvin sum cand.polit. í 1972 og starvaðist um fulltrúi í Føroya Landsstýri í 1975-1985 og frá 1991-(ókent fráfaringarár). Hon var fyrsta kvinna at sita sum landsstýrisfólk tá hon traðkaði til í landsstýrissess tann 10. januar 1985. Hon sat sum landsstýriskvinna í fíggjar-, búskapar- og umhvørvismálum 1985-1989 og í búskapar-, samferðslu-, og norðurlandamálum 1989-1991 og sat á Løgtingi 1988-1989. Hon hevur sitið í nevndini fyri Íleggingargrunninum fyri Føroyar 1978-1982, og í Føroyagrunninum og Tingmannaráð útnorðurs nøkur ár. Lasse Klein. Lasse Klein (f. 8. oktober 1950 í Klaksvík) er fyrrverandi politikari fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann hevði Handislsskúlaútbúgving í Bretlandi í 1973, og starvaðist hann sum skrivari hjá Føroya Kommunufelag 1973-1978, sum blaðstjóri á Oyggjatíðindum 1973-1978, og sum bókhaldari síðan 1978. Lasse Klein sat í býráðnum í Runavíkar kommunu árini 1984-1985, til hann varð landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður í mentanar-, samskiftis- og samferðslumálum árini 1985-1989 umboðandi Sjálvstýrisflokkin. Hann var valdur á Løgting 1988-1998. . Hann var løgtingsformaður 1993-1994. Hann sat í nevndini fyri Landskúlaráðnum árini 1980-1985. Niels Pauli Danielsen. Niels Pauli Danielsen (f. 6. desember 1938 á Tvøroyri) er fyrrverandi prestur og politikari fyri Kristiligi Fólkaflokkin. Hann fekk gudfrøðiligt embætisprógv (cand.theol.) frá Keypmannahavnar universiteti í 1968, og starvaðist hann sum sóknarprestur á Viðareiði 1968-73, á Strondum og Skála 1973-80, og í Klaksvík 1980-2009. Hann hevði farloyvi frá prestastarvinum 1985-88. Niels Pauli Danielsen var landsstýrismaður í almanna- og kommunumálum í 1985-1988, og løgtingslimur 1988-1994, umboðandi Kristiligi Fólkaflokkin. Hann var bygdarráðslimur í Viðareiðis kommunu 1970-74 (harav bygdaráðsformaður 1971-74) og í Sjóvar kommunu 1977-80. Karolina Petersen. Karolina Petersen (f. 27. september 1924 á Toftum) er fyrrverandi sosialarbeiðari og landsstýriskvinna fyri Framsóknarflokkin. Hon var fyristøðukvinna fyri ALV 1956-99, og fyri Tórshavnar privata vistarheim fyri brekað síðani 1965. Hon hevur sitið í stýrinum fyri Landssjúkrahúsið, og verið formaður í nevndini fyri Hotel Tórshavn 1976-86. Hon var landsstýriskvinna í almanna- og kommunumálum í 1988-1989. Signar á Brúnni. Signar á Brúnni (føddur Hansen 10. februar 1945 í Fuglafirði) er fyrrverandi lærari og politikari fyri Tjóðveldisflokkin. Signar á Brúnni fekk læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969, og hevur hann starvast sum lærari á Strondum 1969-73 og í Fuglafirði frá 1973, árini sum landsstýrismaður undantikin. Hann sat sum løgtingsmaur tíðarskeiðini 1970-1980 og 1984-2002, undantikin skeið sum landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður í orku-, umhvørvis- og skúlamálum í 1989, í skúla-, mentanar- og umhvørvismálum í 1989-1991, í umhvørvis-, orku- og kommunumálum 1993-1994 og í undirvísingar- og mentamálum í 1998-2000. Hann hevur sitið í nevndini fyri Landsskúlaráðnum 1979-1989 og 1991-1993, í Mentanargrunninum 1972-1988 og í Kirkjustjórnini í nøkur ár. Signar á Brúnni skifti eftirnavn frá "Hansen" tíðliga í 1990'-árunum. Karl Heri Joensen. Karl Heri Joensen (f. 11. november 1955 í Klaksvík) er bóndi og fyrrverandi politikari fyri Sjálvsstýrisflokkin. Karl Heri Joensen hevur útbúgving sum skrivstovumaður og urtagarðsmaður. Hann var býráðslimur í Klaksvíkar kommunu tíðarskeiðini 1985–1988 og 1993–2004. I 2004 tapti hann valið um eina býráðsess Sjálvstýrisflokksins við 3 atkvøðum, og stillaði ikki upp aftur í 2008. Karl Heri Joensen var landsstýrismaður í mentanar- og samferðslumálum frá 18. januar til 22. juni 1989. Hann var seinni 1. varamaður á løgtingi fyri Asbjørn Joensen, og var fastur løgtinglimur frá 21. oktober 1993, tá Asbjørn Joensen andaðist. Tordur Niclasen. Tordur Niclasen (f. 20. apríl 1950 i Sørvági) er sjúkrarøktarfrøðingur og fyrrverandi politikari fyri Kristiligi Fólkaflokkin og seinni Miðflokkin. Tordur Niclasen hevur verið leiðari fyri Eysturoyar Ellis- og Røktarheim síðan 1983. Hann var løgtingslimur frá 1984 til 1998, og umboðaði Kristiliga Fólkaflokkin (1984–1994) og Miðflokkin (1994–1998). Hann var landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum frá 18. januar til 22. juni 1989. Tordur Niclasen var borgarstjóri i Eiðis kommunu frá 2001 til 2009, tá hann valdi ikki at stilla uppaftur. Dánjal Pauli Danielsen (1919-2010). Dánjal Pauli Danielsen (f. 2. desember 1919 á Velbastaði, d. 24. desember 2010), var kongsbóndi og politikari fyri Fólkaflokkin. Hann var landsstýrismaður 1975-1981. Hann var giftur við systir rithøvundan Jørgen-Frantz Jacobsen. Hann tók landbúnaðar útbúgvin í Íslandi og tók við festinum á Velbastað sum tað 14. ættarliðið. Hann var stýrislimur í Føroya Jarðarráð 1957–1975, tað mesta av tíðini sat hann sum formaður. Hann var eisini formaður í stýrinum fyri SEV 1963–1975 og stýrislimur í Norðurlandahúsinum 1980–1998 (tó ikki í fýra ár). Tað var eisini hann, ið saman við Erlendi Paturssyni arbeiddu fyri at fáa Norðurlandahúsið av fyrstan tíð. Hann var fyrsti skrivarin hjá Fólkaflokkinum, og var hann í starvinum fram til 1970-árini. Mitt í 1970-árunum varð hann valdur til landsstýrismann í vinnu- landbúnaðar- og mentamálum 1975-79, sjálvt um hann ikki var valdur inn á Løgtingið, og síðan var hann valdur til landsstýrismann í vinnu- landbúnaðar- og skúlamálum 1979–1981. Hann fekk norðurlendskan heiður í 1994, "Jacob Letterstedts nordiska förtjänstmedalj", fyri sítt arbeiði innan norðurlendskt samstarv. Matador (sjónvarpsrøð). Matador er ein donsk sjónvarpsrøð í 24 pørtum, framleidd 1978-1981. Røðin er instruerað av Erik Balling eftir hugskoti hjá Lise Nørgaard, sum saman við Paul Hammerich, Karen Smith og Jens Louis Petersen skrivaði handritið, meðan teknarin Arne Ungermann stóð fyri teimum løttu vignettunum, sum innleiða og enda hvønn av teimum 24 pørtunum. Tónleikatemaið í sjónvarpsrøðini er komponerað av Bent Fabricius-Bjerre. Røðin fylgir lívinum í einum donskum landsbýi í tíðarskeiðnum 1929-1947. Høvuðsperónurin, Mads Andersen-Skjern, kemur í 1929 sum handilsreisandi til statiónsbýin Korsbæk. Hann leggur skjótt til merkis, at vinnulívið í býnum er støðgað upp, so hann fer í holt við at lata upp ein klædnahandil, sum vinnur kappingina við hin higartil einasta handilin av hasum slagnum í býnum, Damernes Magasin. Sjónvarpsrøðin teknar eina fína mynd av tíðini undir kreppuni í 1930-árunum og av Danmark undir týsku hersetingini. Hyggjarin fylgir lívinum hjá familjunum, og røðin gevur samstundis eina vælrakta tíðarmynd. Íblásturin frá eitt nú tí ensku sjónvarpsrøðini "Upstairs, downstairs" (danska heitið var: Herskab og tjenestefolk) er týðulugur, men sjónvarpsrøðin Matador er álíkavæl sera donsk í sínum úttrykki og gjørdist serliga væleydnað orsakað av frálíkum framførslum av fleiri av bestu sjónleikarunum í Danmark. Fleiri av teimum leikandi mugu í dag, fleiri ár seinni, enn finna seg í at verða sett í samband við tann leiklut, ið tey spældu í "Matador". Røðin er blivin ein danskur klassikari og ein av best eydnaðu sjónvarpsrøðunum hjá Danmarks Radio nakrantíð. Sjónvarpsrøðin var frumsýnd í Danmark hin 11. november 1978, og tann seinasti parturin var vístur í 1981, men síðan ta seinastu sýningina, so hevur røðin verið at sæð hesi árini (1. partur er sendur hesi árini): í 1984, 1989, 1997, 1998, 2006 og 2012. Tá røðin varð endursend í 1986, varð ein einkultur partur sæddur af 3,6 milliónum hyggjarum, sum tá var tað hægsta hyggjaratal, sum nakrantíð er mált í Danmark. Sjálvt tá tann sætta endursendingin varð víst í 2006-2007, tá DR ikki longur var tann einasta danska sjónvarpskanalin, var tað álíkavæl yvir ein millión, ið hugdi eftir hvørjum parti. Røðin er seld til fleiri onnur lond, og harumframt kom øll røðin út á 12 DVD-fløgum í2001, og fyrst í 2011 vóru yvir 3 milliónir eintøk seld, og tað ger Matador til mest selda DVD í Danmark nakrantíð. Eisini í Føroyum hevur Matador verið víst fleiri ferðir, og eisini her hevur sjóvarpsrøðin verið vælumtókt. H.C. Andersen. Hans Christian Andersen, føddur 2. apríl 1805 í Odense, deyður 4. august 1875, var ein danskur rithøvundur. Hann er víðagitin fyri síni ævintýr, eitt nú "Den grimme ælling". Hann skrivaði yvir 200 ævintýr, 1000 yrkingar, 6 skaldsøgur og 50 hrsjónleikir, og verk hansara eru týdd til nærum 150 mál. Rigmor Dam. Rigmor Dam (fødd 18. desember 1971 í Havn) er føroyskur politikari, lærari, blaðkvinna og kunningarráðgevi. Útbúgving og arbeiði. Rigmor er fødd í Tórshavn, vaks upp í Keypmannahavn tey fyrstu árini til familjan í 1981 flutti heimaftur til Føroya. Tey búsettust í Havn, har Rigmor fyrst gekk í Venjingarskúlanum og síðan í Kommunuskúlanum, í 1991 tók hon HF-prógv úr Hoydølum. Eftir at hava lokið læraraútbúgving frá Blaagaard Statsseminarium í Keypmannahavn í 1998, fór Rigmor í starv í Eysturskúlanum í Havn, har hon var í starvi til 2005. Síðan gjørdist hon tíðindakvinna í Miðlahúsinum, har hon einamest skrivaði fyri tíðindablaðið Sosialin. Umframt læraraútbúgvingina hevur hon lisið eitt ár á Journalistháskúlanum í Århus og eitt ár Sam.bas á Roskilde Universitetscenter. Í løtuni er hon í farloyvi úr starvinum sum kunningarfólk hjá Starvsmannafelagnum. Øll árini hevur hon harumframt verið fríyrkisfólk og eitt nú virkað sum samskipari og fundarstjóri, og skrivari fyri bløð og tíðarrit. Annað virksemi. Rigmor var virkin í Sosialistiskum Ungmannafelag á ungum árum. Hon var redaktørur á útisetablaðnum Oyggjaskeggja lestrarárini í Keypmannahavn. Hon var nevndarlimur í Kvinnufelagnum í Havn 2008-2010 og aftur 2014-2015, og limur í mentanarnevnd M.A. Jacobsens árini 2004-2012. Politikkur. Rigmor var fyrstu ferð vald á Ting á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 fyri Javnaðarflokkin sum nummar fýra á listanum við 271 atkvøðum. Hon gjørdist næstforkvinna í Løgtingsins trivnaðarnevnd, limur í Mentanarnevndini og varalimur í Rættarnevndini. Rigmor varð afturvald á løgtingsvalinum 1. september 2015, hesaferð við 396 persónligum atkvøðum, ið var fjórðflest á javnaðarlistanum, og 15. september gjørdist hon landsstýriskvinna í Mentamálum í stjórnini hjá Aksel V. Johannesen. Privat. Rigmor Dam er dóttir Duritu og Bergur P. Dam, abbadóttir Petur Mohr Dam, fyrrverandi løgmann, og bróðirdóttir Atla P. Dam, fyrrverandi løgmann. Hon er gift við Arnbirni Ólavssyni Dalsgarð, sum er útbúgving heimspekingur og bókavørður, hann er eisini rithøvundur og ritstjóri. Saman eiga tey trý børn: Bergur (føddur 1990), Rói (føddur 1998) og Sára Maria (fødd 2000). Pauli Dahl. Thomas Pauli Dahl (føddur 9. november 1898 í Vági, deyður 3. mai 1977) var ein føroyskur yvirlækni og politikari, hann var valdur inn á Løgtingið í 1943 fyri (Fólkaflokkin). Hann tók prógv í medisin á Københavns Universitet í 1923. Sum lesandi í Keypmannahavn var hann við til at gera flaggið, sum seinnið varð viðurkent sum Føroya flagg og fekk navnið "Merkið", samman við landsmonnum sínum Jens Olivur Lisberg og Janus Øssurson. Pauli var síðan hjálparlækni á Dronning Alexandrines Hospital (sum seinni fekk navnið Landssjúkrahúsið) í Havn 1923–1924 og lækni í Danmark 1924–1930. Síðan var hann yvirlækni á Landssjúkrahúsinum 1930–1964, tá hann fór frá vegna aldur. Hann virkaði sum landslækni (amtslækni) í Føroyum 1938–1948. Hann var formaður í Reyða Krossi í Føroyum 1931–1967 og formaður í Collegium Academicum Færoense 1939–1955. Undir seinna heimskríggi gjørdist hann politiskt virkin og varð valdur inn á Ting, sum umboð fyri Suðuroynna 1943–1945. Tað at hann fór upp í politik kann knýtast til tann leiklutin, sum hann fekk sum landslækni og sum formaður í Reyða Krossi í einari støðu, har Føroyar var atskilt frá Danmark vegna kríggið. Sum politikari var hann serliga áhugaður í heilsupolitisk mál, og hann arbeiddi fyri at føroyingar skuldu eta meira siðbundnan føroyskan mat, bæði orsakað av tjóðskaparligum og av heilsuligum ávum. Hann spældi eisini ein stóran leiklut í viðtøkuni av at býta út ókeypis livurtran (fiskaolju) til allar kvinnur sum vóru við barn og til børn undir 14 ár, umframt eitt upplýsingar átak fyri betri tannheilsu. Hann var giftur við einari av døtrum Jóannesar Paturssonar. Erhard Jacobsen. Erhard Jacobsen (føddur 1949 í Sørvági) er føroyskur bókavørður og rithøvundur. Inntil august 2016 var hann leiðari á Føroya Landsbókasavni undir Søvnum landsins og er útbúgvin cand.scient.bibl. frá Danmarks Biblioteksskole í Keypmannahavn í 2004. Áðrenn tað var hann útbúgvin bókavørður. Frá 1977 til 1983 starvaðist hann sum bókavørður á Býarbókasavninum, og síðan sum bókavørður á Landsbókasavninum til 1986, síðan aftur frá 1994 til 1999 og 2002 til 2005. Í tíðini 1986 til 1990 var hann skrivari og seinni formaður í Starvsmannafelagnum. Hann hevur eisini starvast á Landssjúkrahúsinum og sum fulltrúi í Landsbanka Føroya. Privat. Erhard er giftur við Sigrun Joensen úr Havn, tey eiga trý børn: Eyðun, Sunneva og Herdis. Erhard er beiggi Marnu Jacobsen, sum er ritstjóri, týðari og bygdaráðslimur og arbeiðir á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Ein annar beiggi er Herálvur Jacobsen, sum er formaður í Føroya Lærarafelagi. Súni Olsen. Súni Olsen (føddur 7. mars 1981) er ein føroyskur fótbóltsleikari, verjuleikari, sum í løtuni (2012) spælir við B36 og á føroyska A-landsliðnum. Lívsleið innan fótbólt. Á ungdómsárum spældi hann við GÍ. Í 2001-02 spældi hann við Niðurlendska PEC Zwolle. Frá 2002 til 2005 spældi hann aftur við GÍ. Frá 2005 til 2007 spældi hann við danska felagnum AaB. Í 2008 spældi hann fyrst við Viborg FF og síðan við B36. Í 2009-2010 spældi hann við Víkingi. Síðan 2011 hevur hann spælt við B36. Hann hevur til nú (12. sep. 2012) spælt 46 dystir við føroyska A-landsliðnum og skorað 4 (?) mál fyri landsliðið (Football.fo sigur 3 mál, enska Wikipedia sigur 4 mál). Carrot Top. Scott Thompson (føddur 25. februar 1965) er ein amerikanskur skemtari, sjónleikari, leikstjóri, filmsframleiðari og sangari. Bob McGrath. Robert "Bob" McGrath (føddur 1932) er amerikanskur sjónleikari og sangari. Hann er mest kendur fyri at spæla menniskja-figurin Bob Johnson í Sesame Street, ið annars hevur dukur sum spæla høvuðsleiklutirnir. Hann varð føddur í Ottawa, Illinois. Jerry Nelson. Jerry L. Nelson (føddur 1934) er amerikanskur sjónleikari, leikari. Frank Oz. Frank Oz (føddur 1944) er enskur sjónleikari, raddarleikari, leikstjóri og dukkuførari. Hann er m.a. kendur fyri at leggja rødd til "Miss Piggy" og "Fozzie Bear" í "The Muppet Show". Hann hevur eisini lagt rødd til Yoda í Star Wars filmsrøðini. Jim Henson. James Maury "Jim" Henson (føddur 1936 - 1990) er amerikanskur filmsskapari og skapari av "The Muppets". Seth MacFarlane. Seth Woodbury MacFarlane (føddur 26. oktober 1973) er amerikanskur sjónleikari, animator, skemtari, rithøvundur, framleiðari, leikstjóri, sangari og sangskrivari. Hann er skaparin av sjónvarpsrøðini "Family Guy" (1999–2003, 2005–nú) og ein av skaparunum av sjónvarpsrøðunum "American Dad!" (2005–nú) og "The Cleveland Show" (2009–2013). Hann leggur eisini røddir til fleiri av karakterunum í show'unum. Mark Wahlberg. Mark Robert Michael Wahlberg (føddur 5. juni 1971) er amerikanskur sangari og sjónleikari. Ralph Garman. Ralph Garman (føddur 17. november 1964) er amerikanskur sjónleikari, skemtari og radiovertur, ið er best kendur sum vertur í sendingini "The Joe Schmo Show", fyri at leggja rødd til "Family Guy", og sum undirhaldandi forteljarin hjá "Kevin and Bean" morgun show á Los Angeles radio station KROQ-FM. Hann er eisini vertur á "Hollywood Babble-On" podcast saman við Kevin Smith á SModcast.com, ið hevur givið honum leiklutir í filmum sínum "Red State" og "Tusk". Petur Reinert (1923). Peter Arthur Reinert (f. 8. september 1923 í Kaldbak d. 28. juli 1991) var kommunulækni, reiðari og politikari fyri Tjóðveldisflokkin. Hann var kommunulækni á Eiđi frá 1960-75 og frá 1978-86 og stjóri og reiðari frá 1986. Hann var nevndarlimur í Menningargrunninum 1973-1975, í Fiskivinnuráðnum 1979-80, í Fossbankanum 1985-91 og Menningarstovuni í 1988. Hann var bygdaráðslimur í Eiðis kommunu frá 1970-75 og landsstýrismaður í fiskivinnu- og kommunumálum frá 1975-79. Hann var løgtingslimur frá 1980-1984 og varamaður á tingi fyri Signar á Brúnni frá 1989-1990. Ivan Johannesen. Ivan Johannesen (f. 28. juni 1934 í Miðvági, d. 18. apríl 2012) var reiðari og politikari fyri Sambandsflokkin. Hann var útbúgvin maskinsmiður 1951, sum maskinpassari-motorpassari 1955 og sum maskinmeistari 1958. Hann starvaðist sum maskinmeistari í føroyska fiskiskipaflotanum 1955-77, sum skipari og reiðari 1977-78, og sum reiðari 1991- Ivan Johannesen var løgtingslimur árini 1978-88 og 1994-1998, undantikin skeið sum landsstýrismaður. Árini 1989-1991 var hann landsstýrismaður í fíggjar-, sjóvinnu- og kommunumálum, í 1994-1996 í fiskivinnumálum og alivinnumálum og í 1996-1998 var hann landsstýrismaður í vinnu-, alivinnu- og landbúnaðarmálum. Hann sat sum bygdaráðslimur í Miðvágs kommunu 1970-74. Hann var umboðsráðslimur í SEV 1971-1975 og stýrislimur í SEV 1975-1989, harav formaður 1981-1985. Rói Jacobsen. Rói Jacobsen (føddur 17. oktober 1977) er ein føroyskur fótbóltsdómari, sum dømir fyri FC Hoyvík. Rói er ættaður úr Porkeri og úr Trongisvági og er búsitandi í Hoyvík. Hann hevur verið dómari síðan 2007, og hevur dømt í bestu mansdeildini síðan 2011. Í september 2012 hevði hann dømt 122 dystir og verið hjálpardómari í 19 dystum. Lars Müller. Lars Müller (føddur 28. august 1973) er ein føroyskur fótbóltsdómari, sum dømir fyri Royn. Hann er útbúgvin og arbeiðir sum løgreglumaður. Hann er ættaður úr Vági. Lars hevur dømt 184 dystir og hevur verið hjálpardómari í 59 dystum. Thomas Arabo. Thomas Arabo (f. 20. november 1940 í Sørvági, er sivilverkfrøðingur, fyrrverandi stjóri fyri Strandfaraskip Landsins og fyrrverandi politikari fyri Javnaðarflokkin. Thomas Arabo varð útbúgvin skipsførari í 1965 og sivilverkfrøðingur í 1973 og var stjóri fyri Strandfaraskipum Landsins 1973-81 og 1989-91 og leiðari fyri Vestnorden samstarvinum 1981-89. Hann var nevndarformaður í Smyril Line 1986-1991. Hann var løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin 1984-1988 og 1990-1991, og var hann landsstýrismaður í ídnaðar- og handilsmálum frá januar 1991 til januar 1993, í ídnaðar- og skúlamálum frá januar 1993 til apríl 1994, og síðani í fiskivinnu- og ídnaðarmálum til september 1994. Smyril Line. P/f Smyril Line er føroyskt skipafelag, ið rekur ferðamanna- og fraktskipið Norröna, ið siglur millum Føroya, Danmarkar og Íslands. Fyrr sigldi skipið eisini til Noregs og Hetlands. Smyril Line varð stovnað 1. november 1982, tá ið ferjan "Gustav Vasa" varð keypt og umdoypt til "Norröna. "Skipið byrjaði at sigla ferðafólkasigling í 1983 á somu farleið sum Smyril hevði siglt frammanundan. Í 2003 fekk felagið nýggja ferju, sum eisini var nevnd "Norröna" og var gamla skipið selt. John Petersen (politikari). John Christian Petersen (f. 8. september 1948 í Skopun) er fyrrverandi politikari fyri Fólkaflokkin. John Petersen er útbúgvin stálskipasmiður í 1969 og maskinistur frá 1974. Hann starvaðist sum stálskipasmiður 1965-1973 og síðani sum arbeiðstakari. Hann var bygdaráðslimur í Skopunar kommunu 1976-1992, og var hann løgtingslimur 1988-1998, undantikin skeið sum landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður í fiskivinnu- og landbúnaðarmálum 1991-1993 og í fiskivinnumálum 1996-1998. Hann sat í nevndini í SEV 1985-1991. Svend Aage Ellefsen. Svend Aage Højgaard Ellefsen (f. 13. september 1941 í Miðvági) er fyrrverandi reiðari og politikari fyri Fólkaflokkin. Svend Aage Ellefsen hevur studentsprógv frá 1964 og var hann reiðari í nógv ár. Svend Aage Ellefsen var bygdaráðslimur í Sandavágs kommunu 1970-74 og 1976-80. Hann var tinglimur 1980-1994, undantikin skeið sum landsstýrismaður, og landsstýrismaður í samferðslu, orku- og umhvørvismálum 1991-1993. Hann er yngri bróðir Paula Ellefsen, sum var Føroya løgmaður 1981-1985. Hann hevur fingist við ferðavinnuvirksemi seinastu árini. Hann eigur Hotel Streym í Havn og hevur rikið tað síðan tað varð umvælt í 2006. Bergur Jacobsen. Ólavur Bergur Jacobsen (f. 29. mars 1947 í Klaksvík) er prestur og fyrrverandi landsstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Bergur Jacobsen fekk studentsprógv í 1971 og gudfrøðiprógv í 1976. Hann hevur arbeitt sum prestur í Sandoyar prestagjaldi 1976-1982, í London 1982-1986, fyristøðumaður fyri eftirskúlan í Genner 1986-1987, prestur í Ordrup 1987-88, arbeiddi í Útvarpi Føroya 1988-95, prestur í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn 1995-. Hann sat í Føroya Stiftsstjórn 1993-94. Bergur Jacobsen sat sum landsstýrismaður í mentanar-, skúla- og norðurlandamálum í landsstýrinum hjá Maritu Petersen 1993-1994. Sámal Petur í Grund. Sámal Petur Martinsson í Grund (f. 26. juli 1958 í Syðrugøtu) er ein politikari fyri Sjálvstýrisflokkin og síðan 2011 fyri Framsókn. Hann hevur útbúgving sum elektronikk-mekanikari frá 1980 og sum fiskiskipari 1994. Hann starvaðist sum mekanikari á verksmiðjutrolara 1979-85, sum trúboðari 1986-91, og sum sjómaður 1991-93. Hann var bestýrari á Runavíkar Sjómansheimi 1998 -1999. Síðan 2004 hevur hann starvast sum skipari umborð á strandfaraskipinum Sam M/F, sum siglur millum Kalsoynna og Klaksvík. Sámal Petur í Grund var landsstýrismaður við ábyrgd fyri samskiftis- og mentanarmálum, ferðavinnu og sjóvinnu 1994-1997, og í almanna- og heilsumálum 2001-2002. Hann sat sum løgtingslimur 1998-2002, undantikin tíðarskeiðið sum landsstýrismaður. Til løgtingsvalið 2011 stillaði Sámal Petur upp fyri nýggja flokkin Framsókn. Hann gjørdist nummar fimm á listanum við 111 atkvøðum. Á løgtingsvalinum 2015 stillaði hann aftur upp fyri Framsókn, hann varð ikki valdur. Light Years (fløga). Light Years er sjeynda fløgan hjá avstralsku Kylie Minogue. Plátan varð givin út í september 2000. Óli Jacobsen. Óli Emil Jacobsen (f. 21. august 1943 í Kalundborg) er ein føroyskur politikari og rithøvundur, fyrrverandi formaður fyri Føroya Fiskimannafelag. Lívsleið. Hann var formaður í Føroya Fiskimannafelag 1971-2007 og var hann harafturat løgtingslimur fyri Verkamannafylkingina tíðarskeiðið 1994-1998 skeiðini sum landsstýrismaður undantikin. Hann var landsstýrismaður í við ábyrgd fyri ídnaðar-, handils- og vinnumál, arbeiðaramál, landbúnaðarmál, tryggingarmál og dóms- og politimál september 1994- desember 1995. Seinni, frá mars 1998 til mai 1998 var hann landsstýrismaður við ábyrgd fyri almanna-, heilsu-, arbeiðar-, tryggingar-, dóms- og politimálum. Hann var formaður í Føroya Fiskimannafelag 1971-2007 og var formaður í fiskimannadeildini hjá Altjóða Flutningsfelagsskapinum 1980-(ókent fráfaringardato). Meðan hann var formaður í Føroya Fiskimannafelag skrivaði hann nógvar søguligar greinar í FF-blaðið. Seinni hevur hann skrivað í Sosialin, eitt nú um fólk sum liggja grivin í Gamla Kirkjugarði í Havn. Útgávur. Óli Jacobsen hevur útgivið fleiri bøkur. Bókin "Havið tók teir" varð mest selda bók hjá Rit og Rák eina ávísa viku í desember 2011, stóð at lesa á aktuelt.fo. Criminal Minds. Criminal Minds er ein dramarøð sjónvarpsrøð úr USA, sum varð frumsýnd 22. september 2005 á rásini CBS. Í Føroyum ber til at síggja røðina hjá teimum sum hava antin Televarpið ella parabol. Røðin sæst eitt nú á donsku Kanal 5. Varðin í Gøtu. Tróndur í Gøtu er eitt av skipunum hjá Varðanum. Varðin P/F (fyrr Vinnan P/F) er ein føroysk fyritøka við heimstaði í Syðrugøtu, sum hevur virksemi innan fiskivinnu, serliga við uppisjóvarfiskiskap. Varðin er móðurfelag hjá fýra feløgum, sum reka fýra uppisjóvarskip. Søgan. thumb Varðin varð stovnað í 1985. Tað vóru 16 menn sum tóku stig til at byggja Trónd í Gøtu, teir settu tilsaman 8,5 milliónir í skipið. Skipið skuldi fyrst og fremst royna eftir svartkjafti til matna. Skipið kom við í "skipapakkan" hjá táverandi løgmanni Atla Dam, har 16 reiðarí fingu landskassaveðhald til nýggj skip. Felagið fekk eina harða byrjan, tí fiskaprísirnir fullu, og seinni var tað mótstøða frá umhvørvisfelagsskapum, sum onkrastaðni førdi til boykott, sum eisini gjørdi at prísurin minkaði munandi. Men felagið hóraði undan og í 1990 fór at ganga gott. Felagið nevndist at byrja við Vinnan P/F. Men í 2009 skifti felagið navn til Varðin P/F. Eitt annað felag, sum átti Trónd í Gøtu, æt fyrr Varðin P/F og var upprunin til verandi felag, men tað fekk navnið Hvamm P/F. Tann fyrsti Tróndur í Gøtu var í flotanum frá desember 1986 til 19. juni 2008. Hetta er einasta skip í tí sonevnda “skipapakkanum” hjá Atla Dam, sum framvegis er á føroyskum hondum, og tað einasta av teimum 16 skipunum í pakkanum, sum hevur rindað veðhaldið aftur til landið. Størstu íløgurnar hjá Varðanum higartil hava verið Finnur Fríði, sum í 2002 varð keyptur fyri 156 milliónir og nýggi Tróndur í Götu, sum kostaði u.l. 260 milliónir. Stjóri í Varðanum er Jákup Jacobsen, vanliga nevndur Dunga Jákup. Varðin Pelagic á Tvøroyri. Í 2012 bygdi felagið saman við F eitt stórt og frammkomið uppisjóvarvirki á Tvøroyri, sum tekur ímóti makreli og sild. Í alt arbeiða umleið 70 starvsfólk har døgnið runt allar vikudagar. Eitt nýtt felag varð stovnað 17. januar 2012, sum skuldi standa fyri byggingini av virkinum og at rakstrinum. Nýggja felagið eitur Varðin Pelagic. Virkið á Tvøroyri hevur eina framleiðsluorku uppá 600 tons um døgnið. Ætlanir um góðskingarvirki. Í 2015 kunngjørdi Varðin, at teir arbeiddu við einari verkætlan sum skal gera, at meira kann fáast burtur úr uppsjóvarfiski. Talan er um at lata makrel í dós. Trupulleikin er bara, at tað eru tollforðingar í ES, ið gera, at Føroyar ikki eru kappingarførar við lond í ES. Sild, svartkjaftur og rækjur hava ikki somu tollforðing sum makrelur í dós. Makrelurin kann halda sær í trý ár. Verkætlanin er á royndarstigi, har Varðin hevur innrættað ein køk í einum virkisbygningi í Syðrugøtu, samstundis sum tey hava havt ein dana til hjálpar, ið hevur fingist við slíka framleiðslu í eini 17 ár. Axel H. Nolsøe. Axel H. Nolsøe (f. 16. november 1949 í Tórshavn) er hagtalsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður fyri Verkamannafylkingina. Hann hevur lisið franskt mál og bókmentir á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn og Teknologi og samfelagsvísindi á Roskilde Universitetscenter. Hann starvast á Hagstovu Føroya Hann var landsstýrismaður við ábyrgd fyri ídnaðar-, handils- og vinnumálum, arbeiðaramálum, landbúnaðarmálum, tryggingarmálum og dóms- og politimálum frá desember 1995 til 11. juni 1996 og við ábyrgd fyri Almanna-, heilsu-, arbeiðar-, tryggingar-, dóms- og politimálum frá 11. juni 1996 til oktober 1996. Andrias Petersen. Andrias Petersen (f. 8. juni 1947 í Klaksvík) er kommunulækni og politikari fyri Javnaðarflokkin, Andrias Petersen var varamaður sum løgtingslimur eitt stutt tíðarskeið og var síðani løgtingslimur frá 2002 til 2011 fyri Javnaðarflokkin. Hann var landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum 1994-1996. Hann fekk læknaprógv 1977, og tók hann serlæknaprógv í almennum medicini 1980-84. Hann hevur starvast sum kommunulækni í Gøtu og Leirvík síðani 1985, undantikið tíðarskeiðið sum landsstýrismaður. Jón Áki Jacobsen. Jón Áki Jacobsen í 2012 Jón Áki Jacobsen (føddur 2. november 1995) er ein føroyskur fótbóltsleikari, sum í løtuni (2017) spælir við besta mansliðnum hjá Royn. Hann hevur fyrr spælt við U19 landsliðnum og U17 landsliðnum hjá Føroyum. U-19 landsliðsleikari. Jón Áki varð úttikin til U19 landsliðið í september 2012. Hann luttekur í kapping í Ukraina í september 2012. U-17 landsliðsleikari - skoraði einasta málið hjá Føroyum. Jón Áki hevur eisini spælt á U17 landsliðnum. Hann spældi sín fyrsta dyst móti Fraklandi hin 28. oktober 2011. Tann dystin vann Frakland 5-0. Hann spældi eisini við í dystinum móti Luksembourg, har tað eydnaðist Føroyum at fáa eitt stig, dysturin endaði 1-1. Tað var Jón Áki ið skoraði málið hjá Føroyum, og var hetta einasta málið ið Føroyar fekk í hesi undankappingini. Kristian Magnussen. Kristian Magnussen (f. 22. februar 1956 í Vági) er sosialráðgevi og fyrrverandi politikari fyri Verkamannafylkingina og Javnaðarflokkin. Kristian Magnussen hevur skrivstovuútbúgving og útbúgving sum sosialráðgevi og hevur hann starvast sum sosialráðgevi síðani 1985. Hann var valdur í Løgtingið í 1994 fyri Verkamannafylkingina, og varð hann landsstýrismaður í almanna-, heilsu-, arbeiðar-, tryggingar-, dóms- og politimálum frá oktober 1996 til mars 1998. Til løgtingsvalið í 1998 var hann valdur fyri Javnaðarflokkin, og var hann løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin til 2008. Sandavágssteinurin. Sandavágssteinurin er ein rúnusteinur, ið var funnin í Sandavági leygardagin tann 12. mai í 1917, tá setti Martin á Mýrini seg at hvíla undir heygnum nevndur Ongjartoftir, og varð varugur við, at í einum steini vórðu høgdir stavir. Ein eysturmaður er, frá føroyskum sjónarmiði, ein maður frá Noregi, og er hesin Torkil sostatt frá Rogalandi í Noregi. Hann hevur helst verið fyrstur at byggja antin í Sandavági ella tí staðnum í bygdini, har rúnusteinurun var funnin. Rúnarnir á Sandavágssteininum verða hildnir at vera frá 1200-áratalinum. Sandavágssteinurin kann í dag síggjast í Sandavágs kirkju. Rogaland fylki. Rogaland er eitt fylki í Noregi. Rogaland hevur mark til Hordaland í norði og til Telemark, Aust-Agder og Vest-Agder í eystri. Rogaland er fjórstørsta fylki í Noregi eftir fólkatali og trettandastørst eftir vídd. 26 kommunur eru í Rogaland og Stavanger er fyrisitingarbýur í fylkinum. Um 416.000 fólk búgva í Rogalandi. Kommunur í Rogaland. Kort yvir kommunurnar í Rogalandi David Crystal. David Crystal (føddur 6. juli 1941 í Lisburn, Norðurírlandi) er ein bretskur málfrøðingur, akademikari og rithøvundur. Hann vaks upp í Holyhead í Wales og í Liverpool í Onglandi, har hann gekk á St Marys's College frá 1951. David Crystal las engskt á University College London 1959-1962. Hann býr í dag í Holyhead og undirvísir á Bangor University í norður Wales og á University of Reading. Millum hansara mongu akademisku áhugamál eru innlæring av engskum, klinisk málfrøði, løgmál, og “ludic linguistics” (Crystal’sa egna nýyrði fyri studii av málspæli), engskan stíl, Shakespeare, indeksering og orðabókagerð. David er verji av International Association of Teachers of English as a Foreign Language (IATEFL) og varaforseti av Society for Editors and Proofreaders (StEP). Hann hevur eisini arbeitt sum ein týdningarmikil blaðstjóri á Cambridge University Press. Vælkendur er hann fyri sínar málsendingar í sjónvarpi, ið eru populerar á netinum eisini, t.d. Youtube. Karsten Hansen. Karsten Hansen (føddur 18. august 1944 í Søldarfirði) er politikari fyri Miðflokkin og fyrr fyri Tjóðveldisflokkin. Áðrenn hann varð politikari var hann sýslumaður. Karsten Hansen starvaðist sum sjómaður 1959-62 og innan handil 1963-66. Hann er útbúgvin løgreglumaður, og varð løgreglumaður í 1966, var støðleiðari 1975-85 og sýslumaður frá 1985 til hann fór í farloyvi, tá hann varð landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður í fíggjar- og búskaparmálum 1998-2002 og landsstýrismaður í fíggjarmálum 2002-2003 umboðandi Tjóðveldisflokkurin. Hann var aftur landsstýrismaður í fíggjarmálum 4. februar til 26. september 2008, hesuferð umboðandi Miðflokkin. Hann hevur verið landsstýrismaður í heilsumálum síðani 14. november 2011, umboðandi Miðflokkin. Hann var valdur á ting í 2004 og hevur verið valdur hvørt val síðani. Karsten Hansen sat í Klaksvíkar Býráð 1989-98, harav sum næstformaður 1993-98. Hann var nevndarformaður í IRF 1993-98, í Vanlukkutryggingarráðnum 1985-89. Hann var formaður í Føroya politistafelag 1973-84. Llanfairpwllgwyngyllgogerychwyrndrobwllllantysiliogogogoch. Llanfairpwllgwyngyllgogerychwyrndrobwllllantysiliogogogoch er ein býur á oynni Anglesey ("Ynys Môn") í Wales. Býurin er kendur fyri at hava longsta staðarnavnið í Stórabretlandi og Europa. Býurin hevur eisini triðlongsta staðarnavnið í verðini. Llanfairpwllgwyngyllgogerychwyrndrobwllllantysiliogogogoch er tað óalmenna navnið á býnum; tað almenna navnið er Llanfairpwllgwyngyll við "bert" tjúgu bókstavum (17 í tí walisiska stavraðnum, har "ll" og "ch" eru stakir bókstavir). Walisisktmælt fólk stytta navnið til "Llanfairpwll" og engsktmælt stytta tað til "Llanfair PG". Av staðbundna fólkinum verður býurin bara kallaður "Llanfair". Býurin hevur eisini fingið heiðurin "longsta jarnbreytarstøðarnavn" í Guinness' Rekordbók. "Kirkja [Skt.] Mariu "(Llanfair)" [í] lægd "(pwll)" hvíta heslirunnsins "(gwyngyll)" tætt við "(goger)" stríða meldurstreymin [hylin] "(y chwyrndrobwll)" [og] kirkju [Skt.] Tysilio's "(llantysiliso)" við reyða hellið "([a]g ogo goch)". Framburðurin av navninum er uml.: Hlan-vair pudl-guin-gidl go-gerø chuørn-drob-udl hlant-tøsilio go-go-goch - (sí Walisiskt mál) Skelti ið vísir býarnavnið og engska týdningin av tí Bárður Oskarsson. Bárður Oskarsson (føddur 18. juli 1972 í Tórshavn) er ein føroyskur barnabókarithøvundur, teknari og listamaður. Hann býr í løtuni í Danmark, har hann hevur nomið sær listarliga útbúgving á Skolen for billedkunst 1992 – 93. Útgávur. Føroyskt frímerki frá 2010 við tekning frá bókini Ein hundur, ein ketta og ein mús. Kvinnufelagið í Havn 1952-1979. Kvinnufelagið í Havn 1952-1979, yvirlit yvir nevndirnar ið hava sitið hesi árini. Kvinnufelagið í Havn varð stovnað 31. mars 1952. Felagið hevur eitt umboð í Kvinnufelagasamskipan Føroya (KSF) og eitt varaumboð. 1979. "Nevndin skipaði seg 31.01.1979 í Mettustovu" Nevndin frá 23.01.1978 - Eyka-aðalfundur. "*Regluligi aðalfundurin skuldi vera 16.01.1978. Óvist er hví hann var útsettur." "**Óvist er hvør teirra var vanligt umboð og hvør var tiltakslimur" Helena Dam á Neystabø. Helena Dam á Neystabø (fødd 10. desember 1955) er føroyskur politikari. Hon er núverandi politiskt umboð fyri javnaðarflokkin á løgtinginum, og áður hevur hon umboðað Sjálvstýrisflokkin. Helena Dam á Neystabø hevur nomið útbúgving á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn, og er útbúgvin cand.mag. í týskum og donskum máli og bókmentum, og hevur arbeitt sum studentaskúlalærari 1983-1985, sum fulltrúi á landsfyrisitingini 1985-1987, og á Skúlabókagrunninum frá 1988, harav sum leiðari síðani 1990. Í 2012 varð hon stjóri á Føroya handilsskúla. Helena sat á løgtingi fyri Sjálvsstýrisflokkin frá 1990 til 2002 undantikið tíðarskeiðið hon sat sum landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum 15. mai 1998 til 26. februar 2001. Hon var formaður fyri Sjálvstýrisflokkin 1994-2001. Hon var uttanflokka eitt stutt tíðarskeið um ársskifti 2001-2002, og fór uppí Javnaðarflokkin í februar 2002. Á løgtingsvalinum 2008 var hon vald, og varð hon landsstýriskvinna í løgmálum 4. februar 2008 til 26. september 2008, og síðani í mentamálum fram til landsstýri varð skift í 2011. Helena Dam á Neystabø er dóttir Atla P. Dam og Ásu Hátún og abbadóttir Petur Mohr Dam. Hans Pauli Strøm. Hans Pauli Strøm heldur fyrilestur í 2015 Hans Pauli Torkilssonur Strøm (føddur 28. desember 1947 í Vági) er sosiologur og fyrrverandi politikari fyri Javnaðarflokkin. Hans Pauli Strøm hevur útbúgving sum sosiologur (Cand. scient. soc.) og hevur hann starvast á Hagstovu Føroya síðani 1988. Hann sat sum løgtingslimur 1998-2002 og var aftur valdur valskeiðið 2008-2011, men var ikki afturvaldur við løgtingsvalið 2011. Hann var landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum 2004-2008, aftur í 2008 (CHE-samgongan), og aftur 2008-2009, hesuferð í heilsumálum. Hann legði frá sær í 14. juli 2009. Á løgtinsvalinum 2019 varð dóttir Hans Paula, Ingilín Didriksen Strøm, vald í løgtingið fyri Javnaðarflokkin. Føroyar, U-17 fótbóltslandsliðið. U-17 fótbóltslandsliðið hjá Føroyum (dreingir) luttekur í alttjóða fótbóltskappingum. Eyðun Elttør. Eyðun Elttør (føddur 23. mars 1941 í Klaksvík) er fyrrverandi poltikari fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann er útbúgvin maskinmeistari og hevur siglt sum maskinmeistari og starvast sum maskinmeistari hjá SEV og sum eftirlitsmaður hjá Arbeiðseftirlitinum. Eyðun Elttør var landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum frá 15. mai 1998 til 3. februar 2004. Hann var formaður í Sjálvstýrisflokkinum 2001-2002. Bjarni Djurholm. Bjarni Djurholm (føddur 19. mars 1957 í Kollafjørður) er fólkaskúlalærari og politikari fyri Fólkaflokkin. Bjarni Djurholm fekk prógv frá Føroya Læraraskúla í 1982, og hevur hann anars tikið ymsar frálærueftirútbúgvigar og stakgreinalestur. Hann starvaðist á Skúlanum á Trøðni 1982-1984, á Tekniska skúla í Havn 1984-1996, sum tímalærari á Føroya Handilsskúla 1993-1995, og sum varaskúlastjóri á Eysturskúlanum síðani 1996. Hann hevur saman við øðrum útgivið eina frálærubók í ailsfrøði nevnd "RAV 7". Hann var javna varamaður á Løgtingi í 1987-1991 og 1991-1993 fastur varamaður, og var hann tinglimur frá 1994, burtursæð frá skeiðnum sum landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður við ábyrgd fyri vinnumálum (tó ikki umhvørvis- og oljumál, ið Eyðun Elttør varðaði av) tann 28. august 2000, og sat hann við hesum málsøki til 3. februar 2004. Hann var síðani landsstýrismaður í vinnumálum til 4. februar 2008. Sat á Løgtingi til valið í september 2015, tá hann ikki stillaði uppaftur. Sukursjúka. Diabetes mellitus stavar úr griskum, og merkir: ”Hunangur, sum rennur beinleiðis ígjøgnum.” Navnið hevur sín uppruna í, at sukursjúklingar við høgum blóðsukri, skilja út sukur gjøgnum landið. Diabetes kallast eisini sukursjúka og finst bæði sum týpa 1 og týpa 2. Insulin er eitt hormon sum verður skapa í brisinum. Insulin er neyðugt, fyri at kyknur í kroppinum kunna upptaka glukosu frá matinum vit eta. Um brisið ikki framleiðir nóg nógv insulin, økist mongdin av glukosu í blóðinum. Hetta ber við sær sjúkueyðkennir og sukur skilist út gjøgnum landið. Týpa 1. Tá ein hevur týpu 1 sukursjúku, eru tær kyknur sum framleiða insulin (beta-kyknurnar) heilt ella lutvíst oyðilagdar. Oyðileggingin kemst av einari autoimmunari reaktión, tvs. at kroppurin skapar andevnir ímóti sínum egnu kyknum og oyðileggur tær. Orsøkin er, at immunskipanin uppfatar betakyknurnar fremmandar og tessvegna oyðileggur tær. Týpa 1 sukursjúka er tískil ein autoimmun sjúka. Vanliga metur man, at ein hevur týpu 1 sukursjúku um insulin framleiðslan fer undir 10-20 % av tí vanliga. Av tí at týpa 1 sukursjúklingar ikki framleiða nóg mikið insulin sjálvir, eru teir noyddir at innsproyta insulin fleiri ferðir dagliga. Vanliga fáa týpu 1 sukursjúklingar staðfest sjúkuna sum barn ella tannáringar. Enn vita vit ikki hvat útloysir sjúkuna og hon kann tí ikki fyribyrgjast. Uml. 5-10 % av sukursjúklingum hava týpu 1 sukursjúku. Týpa 2. Tá ein hevur týpu 2 sukursjúku eru kyknurnar minni viðkvæmar fyri insulin. Tað vil siga, at persónurin er insulin-mótstøðuførur. Kyknurnar kunna ikki upptaka glukosu frá blóðinum og fyri at bøta um hetta framleiðir brisið enn meir insulin. Sum tíðin gongur verða kyknurnar eisini mótstøðuførar fyri øktu mongdina. Brisið verður fyrilagst og minkar um insulin framleiðsluna. Vanliga fáa týpu 2 sukursjúklingar staðfest sjúkuna sum vaksin. Sjúkan verður vanliga útloyst orsaka av ósunnum lívstíli og hon kann tí fyribyrgjast. Uml. 80 % av sukursjúklingum hava týpu 2 sukursjúku. Týpa 1½. Týpa 1½ sukursjúkan verður vanliga staðfest vaksnum og kallast eisini LADA (stytting fyri 'latent autoimmune diabetes of adulthood'). Eins og týpa 1 er hetta ein autoimmun sjúka, har kroppurin oyðileggur sínar egnu insulin-framleiðandi kyknur. Enn vita vit ikki hvat útloysir sjúkuna og hon kann tí ikki fyribyrgjast. Uml. 5-10 % av sukursjúklingum hava týpu 1½ sukursjúku. Tá ein hevur týpu 1½ sukursjúku niðurbrótast tær insulin-framleiðandi kyknurnar seinni enn við týpu 1. Vanliga yvir fleiri ár. Líðandi byrjar sjúklingurin at uppliva sjúkueyðkennir, t.d. verður tystur, vil ofta á ves og lættnar í vekt. Av tí at sjúkueyðkennini koma líðandi og oftast verða staðfestar eftir 30 ára aldurin, verður týpa 1½ ofta mistikin fyri týpu 2. Týpa 1½ sukursjúkan verður avgjørd gjøgnum eina einfalda blóðroynd, har kannað verður fyri ávís evnir í blóðinum. Graviditets-sukursjúka. Graviditets-sukursjúka er sukursjúka sum íkemur tá kvinna er við barn. Uml. 1500 kvinnur fáa hesa sukursjúku um árið í Danmark. Oftast útloysist hendan sukursjúkan orsaka av yvirvekt, men tó ikki altíð. Eins og við týpu 2 sukursjúku eru kyknurnar insulin-mótstøðuførar. Sjúkan verður viðgjørd við einum sunnum lívstíli og í summum førum eisini við insulin. Tað er sera umráðandi at blóðsukri liggur so nær tí vanliga sum møguligt, fyri ikki at skaða fostrið. Sjúkan hvørvur vanliga eftir barnsburðin. Finnbogi Arge. Finnbogi Arge (føddur 6. september 1955 í Tórshavn) er vinnulívsmaður og fyrrverandi politikari fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin. Finnbogi Arge hevur exam.art prógv í norðurlendskum/føroyskum máli og bókmentum frá 1977. Hann var stjóri í P/F Auto Service 1979-1993, stjóri í P/F Meinhardt Arge 1993-1998. Hann hevur sitið í nevndini í Atlantic Airways, Havsbrún og SB-Finans umframt egnum feløgum. Hann sat sum løgtingslimur fyri Sambandsflokkin 1990-1995 og uttanflokkatingmaður 1995-1998, árini 1998-2002 sat hann sum tinglimur fyri Fólaflokkin, tó ikki tíðarskeiðið sum landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður í vinnumálum (tó ikki olju- og umhvørvismálum) 1998-2000. National Football Conference. National Football Conference, er ein konferansa í NFL (National Football League) í USA. Har eru tvær konferansur (AFC og NFC), 16 lið eru úr báðum konferansum, og 6 lið úr báðum konferansum koma víðari til endaspælið. Har eru 4 deildir í NFC, og tær eru deildar upp eftir øki. Minnesota Vikings,Green Bay Packers, Chicago Bears og Detroit Lions New York Giants, Philadelphia Eagles, Washington Redskins og Dallas Cowboys Atlanta Falcons, New Orleans Saint, Carolina Panthers og Tampa Bay Buccaneers Arizona Cardinals, San Francisco 49ers, Seattle Seahawks og St. Louis Rams Óli Holm. Óli Holm (føddur 15. apríl 1945 í Vági) er fyrrverandi fólkaskúlalærari, varaskúlastjóri og politikari fyri Tjóðveldisflokkin. Hann fekk læraraprógv á Nr. Nissum seminarium í 1968, og var lærari í Vágs skúla 1968-1971, í Sct. Jørgens skúla í Holstebro 1971-73, og síðani varaskúlastjóri í Vágs skúla frá 1973 til ?. Óli Holm var landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum frá 14. juni 2001 til 6. juni 2002 umboðandi Tjóðveldisflokkin. Hann er nevndarlimur í Suðuroyar Sparikassa. Hann var formaður fyri Fótbóltssamband Føroya frá 2004 til 2008. Sum ungur spældi hann fótbólt við VB. Seinni var hann nevndarlimur í felagnum. Hann hevur eisini íðka borðtennis, tá hann var ungur. Óli er giftur við Elisu Holm og saman eiga tey børnini John Hendrik, Dennis og Barbaru. Sonurin Dennis Holm varð valdur í Vágs Býráð í november 2012, og nakrar dagar seinni varð hann valdur til borgarstjóra. Páll á Reynatúgvu. Páll á Reynatúgvu (føddur 26. juli 1967 í Tórshavn) er fysioterapeutur og politikari fyri Tjóðveldisflokkin. Páll a Reynatúgvu varð útbúgvin sum fysioterapeutur í 1993 og sum diplomfysioterapeutur í 1997. Hann starvast sum fysioterapeutur. Hann var nevndarlimur í felagnum Føroyskir Fysioterapeutar 1993-1997. Hann hevur spælt fótbólt við B71. Í 1993 spældi hann 5 landsdystir fyri Føroyar. Hann hevur sitið sum løgtingslimur síðani 1998 fyri Tjóðveldisflokkin, burtursæð frá tíðarskeiðið sum landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður í almannamálum frá 6. juni 2002 til 5. desember 2003. Hann var borgarstjóri í Sands kommunu 2001-2009, tó var hann í farloyvi tíðarskeiðið sum landsstýrismaður. Eftir løgtingsvalið 2015 varð hann valdur til løgtingsformann. Annlis Bjarkhamar. Annlis Bjarkhamar (fødd 20. januar 1974 í Vági) er lærari, SSP-ráðgevi og fyrrverandi politikari fyri Tjóðveldi. Hon var læraravikarur í Porkeri 1996-1997 og á Eysturskúlanum í Tórshavn í 2001-2002. Í 1997-2000 starvaðist hon í Útvarp Føroya. Síðani 2008 hevur hon verið SSP-ráðgevi. Hon var landsstýriskvinna í mentamálum frá 6. juni 2002 til 4. mars 2003 umboðandi Tjóðveldisflokkin. Bárður á Steig Nielsen. Bárður á Steig Nielsen (føddur 16. apríl 1972 í Vestmanna) er vinnulívsmaður og politikari fyri Sambandsflokkin. Síðan 24. oktober 2015 hevur hann verið formaður Sambandsfloksins. Hann var fyrstu ferð valdur á ting í 2002, tá hann kom inn á ting fyri Sambandsflokkin, valdur í Norðurstreymoyar valdømi. Hann var afturvaldur í løgtingsetuna 2004-2008, og var landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2004 til 2007, tá hann fór frá, tí hann gjørdist stjóri fyri einari stórari verkætlan sum nevndist Stóratjørn. Orsakað av alheimsfíggjarkreppuni ið gjørdist veruleiki árið eftir, bleiv verkætlanin tó ikki til nakað. Hann stillaði ikki upp til løgtingsvalið 2008, men stillaði upp og var afturvaldur við løgtingsvalið 2011. Síðani 2011 hevur hann verið limur í Løgtingsins fíggjarnevnd. Bárður Nielsen var grannskoðari hjá P/F Rasmussen og Weihe 1993-2000 og var roknskaparleiðari hjá Kollafjord Pelagic frá 2001. Hann hevur útbúgving sum HD fyrsta part, og hevur tikið nøkur merkonomfak. Motörhead. Motörhead er ein Grammy-vinnandi bretskur tungmálms-orkestur, ið varð stovnað í 1975 av bassleikaranum, sangaranum og sangskrivaranum Ian Fraser Kilmister, kendur sum Lemmy Kilmister (f. 1945, d. 2015). Lenny var tann einasti av limunum, ið var við líka frá stovnanini í 1975 og til hann doyði í 2015. Fram til 2015 hevði Motörhead útgivið 23 studio album, 10 live upptøkur, 12 uppsamlingsalbum, og fimm EPir. Albumini "Overkill", "Bomber", "Ace of Spades", og serliga "No Sleep 'til Hammersmith", staðfesti umdømi hjá Motörhead sum eitt rock-orkestur í einum flokki fyri seg. Motörhead er nummar 26 á 100 Greatest Artists of Hard Rock listanum hjá VH1. As of 2012 they have sold more than 15 million albums worldwide. Motörhead var sera vælumtóktur í 1980'unum við fleiri stakplátum á tí bretska Top 40 hittlistanum. Albummið "Overkill", tær eftirfylgjadi, "Bomber", "Ace of Spades", og serliga "No Sleep 'til Hammersmith", staðfesti støðuna hjá Motörhead sum ein av størstu tungmálmsorkestrunum í Stóra Bretlandi. Teir vunnu sína fyrstu Grammy í 2005. Við at blanda saman skjótleikan frá punk rock saman við hugburðinum frá heavy metal var Motörhead millium pionerarnar innanfyri speed metal og thrash metal. Lenny varð tó endurgivin fyri at siga, at honum ikki dámdi slík heiti, honum dámdi betur at kalla tónleikin hjá Motörhead fyri "rock and roll". Slóðir úteftir. Motörhead Ársins virki. Ársins virki er ein heiður, sum kann latast á hvørjum árið á árliga Vinnudegnum, sum Vinnuhúsið og Føroya Arbeiðsgevarafelag skipa fyri. Anders Fogh Rasmussen. Anders Fogh Rasmussen (f. 26. januar 1953) er fyrrverandi forsætisráðharri í Danmark, umboðandi flokkin Venstre. Anders var NATO-aðalskrivari frá august 2009 til oktober 2014. Sauli Niinistö. Sauli Niinistö (føddur 24. august 1948 í Salo) er finskur politikari og forseti í Finnlandi síðan 2012. Botulisma. Ein persónur sum fær botulism hevur ymisk sjúkueyðkenni, eitt av teimum er at eygnamusklarnir lammast. Botulisma (Latín: botulus, "pylsa") er ein sera sjáldsom men vandamikil sjúka, sum er elvd av sera eiturevninum botulinumtoksin, sum verður framleitt av sjáldsomu og vandamiklu bakteriuni Clostridium botulinum, sum finst eitt nú í jørðini og hagani kann koma í samband við matvørur ella opin sár. Dømir hava verið um pinkubørn, sum hava fingið bakteriuna frá hunangi. Tað var vanligt fyrr at geva pinkubørnum okkurt at drekka við hunangi í, um tey t.d. høvdu krím. Men heilsumyndugleikar fráráða at geva børnum undir 1 ár hunang, tí tað kann føra til at børnini fáa botulismu. Sjúkueyðkenni. Sjúkan kann føra til lammilsir, nøkur av sjúkueyðkennunum eru: lammilsir av andlitsmusklum. Eygnalokini koma at hanga, andlitið gerst missir evnini til at vísa kenslur. Lammilsini kunnu síðan fara víðari til varranar, og viðkomandi fær ringt við at tosa. Síðan fer lammilsi niður eftir til fyrst yvirarmarnar og síðan restina av ørmunum. Í ringasta føri kunnu andingarmusklarnir lammast, og persónurin fær ilt við at anda og kann kvælast. Lammilsi kann eisini fara niður til beinini, og byrjar við lørunum og fer síðan longur niður og heilt niður til føturnar. Persónurin kann eisini fáa vaml og kann spýggja. Smittukeldur. Botulisma er ikki ein smittandi sjúka, hon smittar ikki frá einum persóni til ein annan, hon smittar ikki gjøgnum luftina. Henda bakteria kann koma í ymiskar matvøru, eitt nú skerpikjøt, um reinføri ikki er í lagið, tá ið seyðurin verður flettur, ella í pylsur, grønmeti og annað. Eisini kann bakterian koma frá t.d. mold í eitt opið sár, og kann síðan mennast í sárinum. Bakterian krevur tó heilt serligar umstøður fyri at nørast. Hon krevur eitt umhvørvi uttan ilt og við einum ávísum hita, t.d. stovuhita ella heitari. Bakterian kann føra til at fólk ið eta mat, ið er eitraður við clostridium botulinum bakteriuni, fáa botulismu, sum kann vera deyðiligt. Botulisma í Føroyum. Í Føroyum eru nøkur fólk deyð av botulismu, men tað ganga nógv ár ímillum at tað hendur. Í 2007 vóru tveir botulismu sjúkutilburðir, men tey fólkini gjørdust frísk aftur. Orsøkin til at fólkini gjørdist sjúk, var tann at tey høvdu etið skerpikjøt av seyði, sum var flettur á ikki løggildum stað, og sum ikki var hondur út í hjallin at hanga beinanvegin. Í Føroyum er skerpikjøt vanligasta smittukeldan. Dálkingin við bakteriuni kann koma á kjøtið undir fletting, um ikki verður ansað nóg væl eftir. Reinføri og ymisk fyrivarni fyri at sleppa undan sjúkuni. Bakterian finst í jørðini, og kann vera komin á ullina hjá seyðinum. Tí er umráðandi at ullin er turr og ikki skitin, tá flett verður, og at amboð, sum hava verið í samband við ullina, ikki verða nýtt undir flettingini, ella verða gjørd rein áðrenn. Smittan kann eisini koma frá skarninum frá seyðinum, skarnið má ikki koma í samband við kjøtið. Fólk mugu vaska sær væl um hendurnar, um tey ætla sær at nerta við kjøtið á seyðinum, og tey mugu vaska sær serliga væl, um tey hava nert við ullina ella hava fingið skarn á hendurnar. Ráðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Landslæknanum eru m.a. at man skal hava reinføri í ordan undir slakti og harumframt at man ikki má lata kjøt liggja í afturlætnum posa ella ílati, har ongin ilt sleppur til. Í november 2008 sendi Heilsufrøðiliga Starvsstovan út eina stutta vegleiðing, sum eitur: "Reinføri í samband við fletting". Tað eru Elspa Petersen og Ingibjørg Egholm, ið hava skrivað vegleiðingina. Í leiðbeiningini verður m.a. sagt, at "gott reinføri undir slátrinum, skjót køling av krovinum, góður støðugur luftstreymur og gott pláss í hjallinum minkar munandi um vandan fyri botulismueitran." Hvussu bakterian nørist. Í Danmark og øðrum londum verður botulisma millum manna eisini nevnt pylsueitran (pølseforgiftning), hetta tí at tann mest vanliga smittukeldan í Danmark er pylsur. Tað er tó sera sjáldan, at fólk í Danmark doyggja av botulismu. Bakterian kann dálka ymiskar matvørur, ikki bara kjøt, men eisini grønmeti. Bakterian framleiðir eiturevni, tá ið tær "røttu" umstøðurnar eru, bakteriurnar trívast best tá ið ongin ilt er, nóg mikið av vætu, ikki ov súrt (pH yvir 4,5) og ikki ov salt. Bakterian tolir ikki meir enn eini 10% av salti og í summum førum ikki meir enn 4,5% av salti. Bakterian tolir væl hita, men um maturin, sum er dálkaður av clostridium botulinum bakteriuni, verður kókaður í minsta lagi 10 minuttir, so heldur bakterian uppat við at framleiða eiturevni. Viðgerð. Uttan viðgerð er sjúkan sera vandamikil og kann í ringast føri føra til deyða. Persónar, sum eru blivnir sjúkir av botulismu, mugu skjótast møguligt innleggjast á sjúkrahúsi. Tað tekur fleiri vikur, áðrenn sjúklingarnir koma heilt fyri seg aftur. Pinkubørn við botulismu verða viðgjørd við "Botulism Immune Globulin Intravenous-Human" (BIG-IV ella BabyBIG). Vaksin sum hava fingið botulismu antin frá matvørum ella gjøgnum opin sár, fáa viðgerð við Trivalent (A,B,E) Botulinum Antitoxin ella við "heptavalent (A,B,C,D,E,F,G) Botulinum Antitoxin". Kautokeino kommuna. Kautokeino, Kautokeino kommuna (norskt: Kautokeino, Kautokeino kommune; sámiskt: Guovdageaidnu, Guovdageainnu suohkan), er ein kommuna í Troms og Finnmark fylki í Noregi. Kautokeino kommuna hevur 2 910 íbúgvar (2013). Bjørn Kalsø. Bjørn Kalsø (føddur 23. mars 1966 í Syðradali á Kalsoynni) er bóndi og politikari fyri Sambandsflokkin. Bjørn Kalsø tók studentsprógv á Føroya Studentaskúla og HF-skeið í 1991, var útlærdur sum snikkari sama ár, og fekk hann læraraprógv frá Føroya Læraraskúla í 1999. Han hevur verið bóndi á Kalsoynni síðani 1986, men var eisini eitt tíðarskeið til skips. Hann var lærari í Klaksvík til 2002. Síðani var han sjálvstøðugt vinnurekandi sum timburmaður fram til 2003. Hann var borgarstjóri i Húsa kommuna 1995–2004. I 2004 varð Kalsø landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hóast hann hevði lítlar og ongar politiskar royndir. Kalsø sat sum landsstýrismaður til 2008, tá hann var valdur á løgting. Hann var endurvaldur til løgtingsvalið 2011, og hevur hann frá 2011 verið landsstýrismaður í mentamálum. Università Niccolò Cusano. "Campus Unicusano (Via don Carlo Gnochhi, 3 - 00166 Rom)" "Università degli Studi Niccolò Cusano" (UNICUSANO) er ein privatur lærdur háskúli (universitet) í Róm, Italia og varð sett á stovn í 2006 av Stefano Bandecchi. Lærdi háskúlin eitur eftir tí rómversk-katólska kardinalinum, vísundamanninum og astronominum, Nicholas von Kues (eisini nevndur Nicolaus Cusanus).. Har eru fýra fakultet. Heðin Zachariasen. Heðin Zachariasen (føddur 13. september 1959 í Hvalvík) er politikari fyri Fólkaflokkin. Hann var kommunustýrislimur og varaborgarstjóri í Hvalvíkar kommunu 1992–1996 og borgarstjóri har 1997–2004. Tann 1. januar 2005 legði Halvíkar kommuna seg saman við øðrum kommunum í Sunda kommunu, og var Heðin Zachariasen borgarstjóri har 2005-2008. Á kommunustýrisvalinum 2008 stillaði hann ikki uppaftur, men til kommunustýrisvalið í 2012 stillaði hann uppaftur og er aftur borgarstjóri frá 2013. Heðin Zachariasen var valdur á Løgting 2002-2008 (tó ikki tíðarskeið sum landsstýrismaður), og var hann eykamaður fyri Jørgen Niclasen 2008–2011. Hann var landsstýrismaður í innlendismálum 2007-2008. Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss (føddur 3. desember 1969) er búskaparfrøðingur, fólkatalsfrøðingur og politikari fyri Sambandsflokkin. Hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 15. mai 2007 til 4. februar 2008. Hann var valdur á løgtingsvalinum 2008, og sat løgtingsvalskeiðið 2008-2011 umboðandi Sambandsflokkin. Magni Laksáfoss er útbúgvin cand.polit. fra universitetinum í Keypmannahavn, Laksáfoss arbeiddi frá 2005 til 2007 við at gera Ph.D-ritgerð um langtíðarsambandið millum demografi og búskaparvøkstur, men varð ikki liðugur við ritgerðina tá. Í 2012 fór hann saman við øðrum undir VITOrka, ið er ein verkætlan um at hita sethús upp við nýtslu av vindorku. Á løgtingsvalinum 2015 stillaði hann upp aftur og varð valdur. Magni Laksáfoss er búsitandi í Streymnesi í Sunda kommunu. Rasmus Rasmussen, tónleikari. Rasmus Rasmussen (14. juli 1980 - 10. oktober 2012) var ein føroyskur tónleikari, guitarleikari, sangari og sangskrivari úr Havn. Rasmus var ein av tónleikarunum í føroyska rokk tónleikabólkinum Makrel, sum gjørdist nummar trý í tónleikakappingini Prix Føroyar 2003. Á Atlantic Music Event í 2005 vann Rasmus heiðurin sum Føroya besti guitarspælari. Í februar 2014 fekk Rasmus posthumt Róland virðislønina 2014 frá føroyska LGBT felagsskapinum. Pápi hansara, Mortan Rasmussen, tók ímóti virðislønini á hátíðarhaldi í Perluni í Havn. 266b málið. Rasmus Rasmussen var samkyndur og var opin um tað. Í 2006 varð hann álopin í Havn og illa sligin. Onkur royndi at melda tilburðin, men tað bar ikki til hjá løgregluni at gera nakað við teir sum framdu ógerningin, varð sagt tá, tí samkynd vóru ikki vard av føroysku lógini. Har varð hugsað um rasismugreinina, grein 266b, sum verjir minnilutar og sigur, at fólk ikki mugu vera fyri mismuni. Danska greinin ljóðar soleiðis: "Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år." 266b var partur av Revsilógini, men hon var ikki sett í gildi í Føroyum. Tað vóru tingfólk úr Tjóðveldi, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, sum løgdu fram uppskot um broyting av 266b, men tað var ikki undirtøka fyri at verja tey samkyndu í hesi lógini á Føroya Løgtingi. Ikki fyrr enn Rasmus Rasmussen var álopin, og gerningsmenninir ikki kundu revsast. Málið varð nógv umrøtt í føroysku fjølmiðlunum, og nógv fólk høvdu sterkar meiningar bæði fyri og ímóti. Niðrandi útsøgnir vóru sagdar av tingsins røðarapalli. Tað endaði við, at 266b varð samtykt á Føroya Løgtingi í desember 2006. Fyrstu ferð málið var fyri var í 1987, tá var tað bara Karin Kjølbro ið atkvøddi fyri. Felagsskapurin LGBT í Føroyum heiðraði Finni Helmsdal, sála, og Annitu á Fríðriksmørk í januar 2012 og gav teimum heiðurin "Ársins hinskynd 2011". Rasmus kom ongantíð ordiliga fyri seg aftur, eftir at hann varð álopin, hann gjørdist sálarliga sjúkur, og 10. oktober 2012 tók hann lívið av sær í Viðarlundini í Havn. Hann gjørdist bert 32 ára gamal. Minningarhald og stuðulskonsert fyri Rasmusi til frama fyri Fountain House Føroyar. Leygarkvøldið hin 13. oktober 2012, tríggjar dagar eftir at Rasmus var farin, var skipað fyri minningarhaldi á tónleikastaðnum Sirkus í Havn. Fyrireikararnir søgdu, at talan var um "open stage" og "jam session". Eftir minningarhaldið skuldi tónleikabólkurin 200 hava konsert. Knapt eina viku eftir, at Rasmus doyði, segði Kringvarpið frá tíðindum um at vinfólk hjá Rasmusi høvdu tikið stig til at stovna ein vælgerðargrunn í navni Rasmusar, hvørs endamál skal vera at hjálpa við til at seta á stovn eitt Fountain hús í Føroyum. Í seinastuni hevur ynski fleiri ferðir verið frammi um at tørvur er á einum Fountain House í Føroyum, har sálarsjúk fólk kunnu venda sær, tá tey ikki eru innløgd. Samgongan á Føroya Løgtingi hevur ikki raðfest hetta og tí er tað ikki blivi til nakað enn (oktober 2012). Men nú hava nøkur fólk so tikið stig til at stovna henda grunnin, sum kann gera tað møguligt at seta á stovn eitt Fountain hús í Føroyum. Tað fyrsta tiltakið hjá grunninum er eitt stuðulstiltak í Sjónleikarhúsinum hin 20. oktober 2012 fyri Fountain House Føroyar og ein minniskonsert sama kvøld og sama stað til minnis um Rasmus Rasmussen. Nakrir fyrilestar vóru á skránni, sum Súna Mørk, Súsanna Winther Poulsen og Heri Kragesteen stóðu fyri. Á konsertini skuldu hesir bólkar og einstaklingar framføra: Hanus G. Johansen, Makrel, 200, Sveinur, Diatribes og Kári P.. Fróði Benjaminsen. Fróði Benjaminsen (føddur 14. desember 1977) er ein føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari, sum í 2017 spælir við Víkingi og føroyska A-landsliðnum. Hann eigur metið, sum tann leikarin, ið hevur spælt flestar landsdystir fyri Føroyar, 93 dystir (dagført 7. oktober 2017). Hann hevur skorað seks mál á føroyska landsliðnum, tað er fimt flest. Hann var liðskipari á føroyska landsliðnum frá 2008-2015. Fróði spældi við B68 frá 1994 til 2003, síðan spældi hann við Fram Reykjavík í 2004 og við B36 frá 2005 til 2007. Frá 2008 til 2016 spældi hann við HB. Hann hevur vunnið tvey FM heitið við HB, eitt FM við B36. Í 2013 var Fróði Benjaminsen leikandi hjálparvenjari hjá HB. Jóannes Jakobsen. Jóannes Jakobsen (føddur 25. august 1961) er ein føroyskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari og landsliðsleikari, hann er eisini tónleikari, sangari og sangskrivari. Hann hevur spælt fótbólt við HB frá barndómsárum til 1990 og síðan við ymiskum føroyskum liðum. Jóannes er hjálparvenjari á føroyska a-landsliðnum hjá monnum. Jóannes er ættaður av Kamarinum í Havn og er ikki bara evnaríkur innan ítrótt, hann er eisini sangari, sangskrivari og tónasmiður og hevur útgivið trýggjar tónleikaútgávur umframt at hann er við á fleiri øðrum útgávum. Landsliðsleikari. Jóannes Jakobsen var ein av landsliðsleikarum Føroya, tá Føroyar av fyrstan tíð sluppu at luttaka í altjóða kappingum. Hann var liðskipari á tí fyrsta Føroyska landsliðnum, sum vann søguliga sigurin 1-0 móti Eysturríki. Hann var liðskipari á landsliðnum tey fyrstu árini. Jóannes spældi 25 landsystir fyri Føroyar frá apríl 1989 til 1993. George McGovern. George Stanley McGovern (f. 19. juli 1922 í Suðurdakota, d. 21. oktober 2012 í Suðurdakota), sum gjørdist 90 ára gamal, var limur í Umboðsmannatinginum í USA frá 1957 til 1961 og var senatorur fyri Suðurdakota árini 1963–1981. Tað verður sagt at hann tapti forsetavalið móti Richard Nixon (R) í 1972 tí hann hugsaði meira um at enda kríggið í Vjetnam enn at hugsa um liberala reformprogrammið, sum skuldi vera høvuðsmálið hjá demokratunum. Undir valstríðnum í 1972 var McGovern ímóti krígnum í Vjetnam, men úrtøkan var lítil. Tá valið kom, fekk McGovern bara 37,5 prosent av atkvøðunum, og hetta er tann størsti ósigurin, sum nakað valevni hevur fingið á einum amerikonskum forsetavali nakrantíð. McGovern vann bara í Massachusetts og District of Columbia. Hann doyði á einum røktarheimi í Sioux Falls í Suðurdakota 21. oktober 2012. Tað seinasta árið hevði hann trupulleikar við heilsuni og var fleiri ferðir á sjúkrahúsi. Hann var 90 ára gamal. Michael Laudrup. Michael Laudrup (føddur 15. juni 1964 á Frederiksberg) er ein fyrrverandi danskur fótbóltsleikari og verandi venjari fyri Qatar Stars League felagið Lekhwiya, áðrenn tað var hann venjari fyri enska Premier League liðið Swansea City. Hann er bróðir Brian Laudrup. Teir báðir spældu á danska landsliðnum í 1980-árunum og í 1990-árunum. Lívsleið innan fótbólt. Hann byrjaði sína fótbólts lívsleið í Kjøbenhavns Boldklub og Brøndby IF, áðrenn hann varð seldur til Juventus FC Í Italia. Frá 1983 til 1985 spældi hann í italska felagnum SS Lazio frá Róm, men hann er tó betri kendur fyri sína tíð í teimum sponsku feløgunum FC Barcelona og Real Madrid, har hann vann fimm meistaraheitið. Eftir Real Madrid spældi hann fyri Vissel Kobe í Japan, áðrenn hann endaði sína karrieru sum fótbóltsleikari við at vinna tað hollendska meistaraheitið við Ajax Amsterdam. Michael Laudrup spældi sín fyrsta landsdyst fyri Danmark á 18-ára føðingardegi sínum 15. juni 1992. Dysturin var móti Noregi, har Laudrup skoraði eitt mál. Dysturin endaði tó við at Noreg vann 2-1. Hann spældi sín seinasta landsdyst móti Brasil til HM 1998. Hagtøl fyri dystir og mál á danska landsliðnum. Michael Laudrup spældi í alt 104 landsdystir og skoraði 37 mál fyri Danmark. Korfu. Norðursíðan av gamla býarpartinum í Korfu býi, kvøldarmynd. Korfu (Grikskt mál: Κέρκυρα, Kérkyra) er ein oyggj í Grikkalandi. Hon liggur í oyggjabólkinum vestanfyri meginlandið, sum verður nevndur Jónaoyggjar ella Eptanisa. Korfu er tann næststørsta oyggin í hesum oyggabólki. Fyrra orðið kemur frá fornu griksku gudalæruni, Io var ein prestinna, sum Zeuz var forelskaður í. Hann gjørdi hana um til eina kúgv, og síðan gjørdi hann seg sjálvann um til ein tarv, og tá tey komu til Jonisku oyggjarnar, fingu tey barnið Evropa, sum bleiv til heimspartin Evropa. Seinna orðið merkir Sjeyoyggjar, sum sipar til tær sjey høvuðsoyggjarnar. Oyggjabólkurin hevur tó fleiri smærri oyggjar og hólmar enn tær sjey. Høvuðsbýurin á Korfu eitur eisini Korfu. Í høvuðsbýnum búgva umleið 33.000 fólk. Á allari oynni búgva umleið 110.000 fólk. Navnið Kerkyra. Oyggin er tætt knýtt at griksku søguni heilt aftur til byrjanina á tí forngriksku gudalæruni. Tað grikska navnið Kerkyra ella Korkyra hevur relatiónir til tvær sterkar ímyndir av vatni: Poseidon, havgudurin, og Asopus, ein týdningarmikil á á grikska meginlandinum. Sambært søgnini, so gjørdist Poseidon ásttikin í tí vøkru nymfuni Korkyra, sum var dóttir Asopus og áarnymfuna Metope, og burturførdi hana. Poseidon førdi Korkyru til ta navnleysu oynna, og í hjúnarbandseydnu bjóðaði henni at uppkalla oynna eftir henni: Korkyra. Hetta navnið er síðan vorðið Kerkyra. Saman fingu tey eitt barn, sum tey nevndu "Phaiax". Eftir hesum barnið eru íbúgvarnir á Korfu uppkallaðir. Teir vera nevndir Faiakes á grikskum. Á látínskum bleiv tað til Phaecians. Søga. Korfu hevur hoyrt til ymisk harradømi gjøgnum tíðirnar, og har hava verið nógv stríð, og borgir eru bygdar fyri at verja oynna og Korfu bý. Tvær borgir fevna um allan býin, og tað er einasti býur í Grikkalandi, sum á henda hátt er so væl vardur av borgum. Orsakað av hesum hevur grikska stjórnin avgjørt at nevna býin Kastropolis (borgbýurin). Korfu var leingi stýrt av Venesianska Ríkinum, sum niðurbardu fleiri kringsetingar av turkum. Eftir Napoleonskríggini kom Korfu undir bretskt harradømi. Tað endaði tó við, at Bretska Ríkið leysgav Korfu og hinar Jonisku oyggjarnar, soleiðis at tær kundu sameinast við tað nýggju griksku tjóðina. Henda sameining fór endaliga fram í 1864 við London Sáttmálanum. Í 2007 kom Korfu býur við á listan yvir heimsarvar hjá World Heritage Sites. Fyrra heimskríggj. Undir Fyrra Heimskríggi gjørdist Korfu eitt stað har serbiskir hermenn og vanlig fólk flýddu frá heimlandi teirra, sum var hersett av bulgarum, týskum og eysturríkarum. Teir vóru nógvir í tali, og oyggin kláraði ikki at breyðføða allir hesir menn. Nógvir teirra doyði av hungri ella av sjúku og øðrum. Líkini av teimum flestu av teimum vóru jarðað á sjónum við ta lítlu oynna Vido, sum er beint uttanfyri havnina við Korfu býi. Serbar hava seinni reist ein minnisvarða á oynni til minnis um teir serbar, ið lótu lív og vóru jarðaðir har. Ferðavinna. Korfu er eitt vælumtókt ferðavinnumál. Til fyrst í 20. øld var tað mest kongalig úr Evropa og onnur av aðalstætt. Eitt nú kunnu nevnast Keisari Wilhelm II av Týsklandi og Keisarinna Elisabeth av Eysturríki. Í dag eru tað eisini nógvar familjur frá miðalstættini, ið vitja oynna, hesi eru fyrst og fremst úr Bretlandi, Skandinavia og Týsklandi. So við og við er tað vorði til hópferðavinnu. Teimum ríku dáma tó enn væl at vitja oynna. Eitt nú kann nevnast, at limir úr Rothchild familjuni og russiskir oligarkar eiga hús í landnyrðings partinum av oynni. Universal Music Group. Universal Music Group er ein amerikonsk fyritøka, sum hevur virksemið um allan heimin, fyritøkan er tann størsta av sínum slag í USA. Fyritøkan fæst við tónleikaframleiðslu. Søgan. Fyritøkan var upprunaliga eitt dótturfelag hjá filmstudionum Universal Pictures, søgan gongur heilt aftur til Decca Records í 1934. "Decca Corporation of England" slapp sær av við American Decca í 1939. MCA Inc. keypti síðan American Decca í 1962. Núverandi fyritøkan varð sett á stovn, tá foreldrafyritøkan Seagram keypti PolyGram og legði hesa saman við Universal Music Group í 1998. Navnið varð tó brúkt í 1996, tá MCA Music Entertainment Group tók navnabroyting til Universal Music Group. Uppkeypanin hjá The PolyGram innkluderaði m.a. Deutsche Grammophon sum kann føra sínar røtur aftur til Berliner Gramophone, sum gjørdi tað til elstu eindina hjá Deutsche Grammophon UMG. Kanadiska eindin hjá UMG kann føra sínar røtur aftur til Compo Company, sum kom frá Berliner Gramophone. Í dag er eigarin tann franska miðlafyritøkan Vivendi Universal. Høvuðsskrivstovur. Høvuðsskrivstovan hjá Universal Music Group er á 2220 Colorado Avenue í Santa Monica. "The Capitol Music Group" hevur sína høvuðsskrivstovu í Capitol Records Bygninginum í Hollywood. Høvuðsskrivstovan hjá Universal Music Group Distribution er í Universal City, Kalifornia. UMG hevur eisini eina stóra skrivstovueind í New York City, sum í høvuðsheitum tekur sær av marknaðarføring. "Universal Music Group International" (UMGI) hevur sína høvuðsskrivstovu á High Street Kensington, London. UMGI tekur sær í høvuðsheitum av skrivstovum hjá UMG í flestu londum, sum eru uttanfyri Norðuramerika. "Universal Music Latin Entertainment" hevur sína høvuðsskrivstovu í Woodland Hills, Kalifornia, meðan Universal Music Group Nashville hevur sína høvuðsskrivstovu í Nashville, Tennessee. Foreldrafyritøkan hjá Universal Music Group, Vivendi, hevur sína høvuðsskrivstovu í París, Frakland. JPN. JPN er heitið á fjórðu plátuútgávuni hjá teknopop bólkinum Perfume. Tað var tann seinasta fløgan, sum bólkurin gav út í samstarv við Tokuma Japan Communications, áðrenn Perfume fekk nýtt samstarv í lag við Universal fyrst í 2012. Samos. Vathy, høvuðsstaðurin á oynni Samos Samos er ein oyggj í Grikkalandi, sum liggur í eystur Egearahavinum, sunnanfyri Khios, norðanfyri Patmos og Dodekanes oyggjarnar og 1,6 km vestanfyri turkisku vesturstrondina, sum fyrr var nevnd Lítla Asia. Í fornøldini var Samos ein maktfullur býarstatur. Á Samos er Pythagoreion og Hereion, sum í 1992 vóru útnevnd til UNESCO World Heritage Sites (mentanar heimsarv). Tann kendi filosoffurin og matematikarin, Pythagoras, varð føddur á Samos. Vín av oynni Samos var væl kent í fornøldini, tað verður enn framleitt har. Landafrøði. Oyggin er 478 km2 til støddar, 43 km long og 13 km breið. Oyggin er atskild frá Anatolia við tí 1,6 km breiða Mykale sundinum. Samos hevur fjallalendi, men eisini fruktagóðar víddir. Ein stórur partur av oynni er yvirvaksin við vínberjarunnum, sum verður gjørt til muskat vín. Tær týdningarmestu markirnar á Samos eru við høvuðsstaðin Vathy, í Karlovasi í útnyrðingspartinum av oynni, í Pythagoreio í landssynningspartinum og í Marathokampos í útsynningspartinum av oynni. Fólkatalið á oynni er 33.814, sum er tað 9. størsta fólkatalið á griksku oyggjunum. Kina. #REDIRECT Fólkalýðveldið Kina Marshallhjálpin. Kort, ið vísir hvussu nógv einstøku londini relativt fingu í hjálp (reyðu súlurnar). Ein av mongu plakatunum, ið gjørdar vóru av "Economic Cooperation Administration", ein stovnur undir amerikansku stjórnini fyri at íverkseta Marshallhjálpina í Evropa. Marshallhjálpin (alment heiti: European Recovery Program, stytt ERP) var ein amerikansk hjálparætlan fyri Evropa, ið varð sett í verk aftaná Seinna heimsbardaga. Ætlanin var uppkallað eftir amerikanska uttanríkisráðharranum George Marshall, og var í stóran mun gjørt av embætismonnum í amerikanska uttanríkismálaráðnum, serliga William L. Clayton og George F. Kennan. Marshallhjálpin. Marshallhjálpin var uppfylging til sonevndu "Truman-doktrinina" við hjálp av búskaparligum amboðum. Politikararnir í USA høvdu eftir seinna heimsbardaga ta fatan, at búskaparligar kreppur fóru at leiða til kommunismu. Eitt sterkt, savnað og enduruppbygt Vesturevropa hevði afturímóti verðið ein hernaðarlig mótvekt móti Sovjetsamveldinum, og vildi vikna ávirkanina hjá kommunistaflokkunum í einstøku londunum. Harafturat var tankin, at USA við at veita Marshallhjálpina sjálvt kundi sleppa undan búskaparkreppu, av tí at USA var so heft at samhandli við teirra evropeisku samhandilslondum. Evropa hevði stórar búskaparligar trupulleikar eftir kríggið, tí bæði framleiðsla og handil lógu í oyði. Og á vári 1947 var greitt, at vesturevropeisku londini skjótt fóru at mangla dollarar í sínum gjaldoyragoymslum. Tessvegna bjóðaði amerikanski uttanríkisráðharrin George Marshall í 1947 teimum evropeisku londunum búskaparliga hjálp til enduruppbygging eftir kríggið. Afturfyri Marshallhjálpina skuldu móttakaralondini av Marshallhjálp savna seg í búskaparligum samstarvi nevnt OEEC, "Organisation for European Economic Co-operation", í 1948. Sum liður í trupulleikunum við býtinum av Týsklandi fingu Sovjetsamveldið og eysturevropeisku londini eisini boðið Marshallhjálp, men takkaðu nei av ótta fyri at ávirkanin hjá USA fór at verða ov stór í einstøku londunum. OEEC- samstarvið var í 1961 víðkað til eisini at fevna um ikki-evropeisk lond, og fekk tá navnið "OECD", "Organisation for Economic Co-operation and Development". Keldur. Danmarks Nationalbank: "Marshall-hjælpen og Den Europæiske Betalingsunion" (), Keypmannahavn 1999. ISBN 87-87251-18-3. Løgtingsvalið 2008. Løgtingsval varð hildið í Føroyum hin 19. januar 2008, sum var ein fríggjadag. Á vali vóru 31.112 út av 34.835 møguligum veljarum, og svarar hetta til eina valluttøku á 89,3 %. Hetta var ein greið lækking í mun til valið í 2004, tá valluttøkan var 92,3 %. Floksbýtið á løgtingsvalinum 2008 í mun til í 2004. Niðanfyri sæst yvirlit yvir tingmannabýti, talið í klombrum sipar til munin millum løgtingsvalið 2008 og løgtingsvalið 2004. Av teimum fýra stóru flokkunum varðveittu allir sítt tingmannatal uttan Javnaðarflokkurin, ið misti ein tingmann. Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin vunnu hvør sín tinglim, meðan Miðnámsflokkurin sum stillaði upp fyri fyrstu ferð, ongan tinglim fekk. Miðnámsflokkurin 0. Miðnámsflokkurin fekk ongan tinglim. Fremsta og einasta valevni hjá Miðnámsflokkinum var Bergur Johannesen, ið fekk 203 atkvøður. Joseph Schumpeter. Joseph Schumpeter (8. februar 1883 – 8. januar 1950) var ein eysturrískur búskapar- og stjórnmálafrøðingur. Eitt, sum hann er kendur fyri, er, hvussu hann lýsir fólkaræðið. Fólkaræðið er tað, at mann fer a val og ikki meir enn tað. Sambært Schumpeter fer veljarin ikki á val og velur út frá tí, sum mett verður at føra við sær tað felags besta. Harafturímóti velur veljarin út frá tí, sum er best, men einans fyri hann sjálvan. Tann sum verður mest hoyrdur og sæddur verður valdur, og tað er sjálv maktin, sum fólkaræðið snýr seg um. Fólkaræðið. Scumpeter setti spurnartekin við ta klassisku doktrinuna, sum hann málbar seg. Har fólkaræðið er ein mannagongd, sum fær veljaraskaran at fata, hvat tað felags besta er, og politikararnar at útinna tað. Schumpeter metti hetta vera veruleikafjart. Lítla vitanin hjá fólkinum um evnini ger tað lætt hjá politikarum, sum seta dagsskránna, at manipulerað við fólk. Hinvegin ynskti Schumpeter eitt model, har fólkaræðið er ein mekanisma fyri kapping, júst sum bygnaðurin á einum marknaði er tað. Sjálvt um fólkið fer á reglulig val og gevur stjórnini eksistensgrundarlag, so er tann skipaði politikkurin mettur sum politikkur hjá stjórnini og ikki viljin hjá fólkinum. Leikluturin hjá tí einstaka er serstakliga avmarkaður. Robert A. Dahl. Robert Alan Dahl (føddur 17. desemeber 1915) er ein amerikanskur granskari av norskum uppruna. Hann er professori í stjórnmálarfrøði á fróðskaparsetrinum Yale. Hann er kendur fyri sítt sjónarhorn á, hvussu fólkaræðið skal skipast. Fólkaræðið. Dahl meinar at øll fólkaræðislig umboð skulu hava somu møguleikar fyri verða hoyrd og sædd. Tí skulu fjølmiðlar vísa allar politikarar fyri almenningin á ein neutralan hátt. Veljarin kann hugsa kritiskt. Samstundis verða avmarkingar lagdar á fjølmiðlar, tá talan er um, hvussu nógv tann einstaki politikarin kann eksponerast, meðan valstríð er. John Stuart Mill. John Stuart Mill (20. mai 1818 - 8. mai 1873) var ein enskur filosofur. Millum annað kendur fyri sítt sjónarhorn á fólkaræðið. Fólkaræðið. Stuart Mill tosaði um menningarliberalismu. Hann sá fólkaræðið, sum ein týdningarmikil háttur at menna tann einstaka borgaran í samfelagnum. Ikki bert tá atkvøðast skuldi, men eisini í tí lokala samfelagnum og rættarskipanini. Hendan áskoðanin hevur eginleikan av "positivt frælsi". Stig Hjarvard. Stig Hjarvard (føddur 16. januar 1960) er professari á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn. Hann er kendur fyri sína rapport "Nyhedsmediernes rolle i det politiske demokrati", sum hann gjørdi fyri ta danska statministerium 1995. Hansara sjónarhorn er, at tann seinasta gongdin vísir, at borgarin er meiri sæddur sum ein brúkari. Politikararnir veita eina tænastu til brúkaran. Fólkaræðið. Hjarvard førir fram, at tað er eitt mistak, at gera skilna millum fjølmiðlar og politiskar stovnar, sum at vera atskilt í fólkaræðinum. Fjølmiðlar eru samansjóðaðir við tann politiska pallin. Fjølmiðlar ávirkast bygnaðarliga og innihaldsliga av teimum politisku stovnunum, og bygnaðurin á fjølmiðlunum og hættir at gera vart við seg, ávirkar ta politisku gongdina. Jørn Loftager. Jørn Loftager er ein danskur stjórnmálarfrøðingur. Kendur fyri sítt sjónarhorn í sínari ritgerð "Demokratisk journalistik mellem politisk magt og afmagt", har hann førir fram, hvussu tíðindajournalistikkur kann hava eina keðiliga avleiðing á fólkaræðið. Tað, sum er keðiligt, er, at tíðindajournalistikkur hevur lyndið til at fokusera uppá mannagongdir ístaðinfyri avleiðingar. Hetta hevur við sær, at politikarar gera meiri burturúr, hvussu teir verða viðgjørdir sjálvir, heldur enn at gera meiri burtur úr politikkinum. Tað er populistiskt. Harvið viknar grundarlagið hjá almenninginum fyri støðutakan. Tað skal vera ein fjølmentur tíðindadekningur, sum lýsir eitt evni frá øllum síðum, og tað skal vera eitt alment kjak. Tess fleri fjølmiðlar eru, tess meiri av veruleikanum fáa fólk kunning um. Ein møgulig hóttan er tær stóru konsernurnar, sum uppkeypa fjølmiðlar, harvið veksur vandin fyri einsíðis tíðindaflutningi. Jon Elster. Jon Elster (føddur 22. februar, 1940, Oslo) er norskur politiskur teoretikari. Hann er kendur fyri at lýsa "Social Choice" teoriina. Social Choice teoriin. Politiskar mannagongdir eru tól til at røkka ávísum tingum. Tann avgerandi politiska handlingin er privat, sum ein atkvøðugreiðsla. Endamálið við politikkinum er at fáa eitt kompromis millum mótstríðandi áhugamál. Tað, sum fólk og politikarar vilja, og hvat veljast kann ímillum, er vælkent. Fjølmiðlar í hesum samanhangið vera nýttir sum manipulativ tól, har í tí deliberativa fólkaræðinum vera fjølmiðlar nýttir til at upplýsa. Sum mótsetning til "Social Choice" teoriina nevnir mann Jurgen Habermas, sum sigur at endmálið við politikki, er at fáa ein konsensus. Jürgen Habermas. Jürgen Habermas (føddur 18. juni 1929) er ein týskur sosiologur og filosofur. Hann er kendur fyri sítt sjónarhorn á fólkaræðið. Fólkaræðið. Avgerðir skulu takast í einum konsensus. Semjan verður rokkin gjøgnum argumentatión, og við at finna ta bestu loysnina. Sambært Habermas er Social Choice teoriin skeiv, tí gjøgnum konsensus sær mann burtur frá síni egnu áhugamál. Mann hyggur bert uppá tað, sum tænir tí felags besta. Broytingar í áhugmálunum hjá fólki, kann síggjast gjøgnum eitt longri tíðarskeið. Javnstøðumál, rasisma, homoseksualitetur og hvussu mann sær uppá umhvørvið. Sambært Habermas, so eru hesar broytingar ein avleiðing av tí almenna kjakinum, sum hevur gingið fyri seg, og sum er byrjað av fjølmiðlunum. Hetta sjónarhornið verður mett sum deliberativt fólkaræðið. Public service. Public service merkir orðarætt "almenn tænasta". Hetta hugtakið verður nýtt til at lýsa tær skyldur og uppgávur, sum almennir miðlar hava mótvegis statinum og fólkinum, samfelagið. Men tað er ikki semja um, hvat public service í grundini merkir, og hvat tað skal brúkast til. Í Føroyum hevur Kringvarp Føroya ein public service sáttmála við Mentamálaráðið. Ymsir týdningar av public service. Fjølmiðilin skal framleiða tilfar, sum er so mikið breitt at flest fólk møguligt síggja tað, samstundis sum tilfar skal framleiðast, sum ikki verður framleitt á tí fría marknaðinum. Populistiskt public service. Framleidda tilfarið skal vera eitt alternativ til miðlarnar, sum ikki eru bundnir av public service. Fólkið er brúkarar í marknaði, har nógv er at velja ímillum. Tí skal public service miðilin gera tilfarið so tiltalandi sum møguligt. Ofta uppá ein undirhaldandi máta. Turks- og Caicosoyggjar. Turks- og Caicosoyggjar (alment enskt heiti: "Turks and Caicos Islands") er eitt bretskt hjáland í Karibia. Ferðamannavitjanin er nógv. Fólk úr øllum heiminum koma at ferðast á flógvu sandstrondunum í Turks- og Caicosoyggjum. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari (USD). Høvuðsstaðurin eitur Cockburn Town. Fólkatalið er umleið 41.000 (2011). Mesta fólkið er av afrikonskum uppruna, men eisini er ein hvítur minniluti. Almenna málið er enskt. Jurgen Habermas. #REDIRECT Jürgen Habermas Sifnos. Ein lítil kirkja á Kastro Sifnos er ein oyggj í Grikkalandi, hon liggur í oyggjabólkinum, sum verður nevndur Kykladurnar, millum oynnar Serifos og Milos, vestanfyri lítlu oynna Delos og Paros. Fólkatalið á oynni var 2.442 í 2001, í 1991 búðu 1.960 fólk har. Nógvur leirur er á oynni, og ein vinna sum er vanlig har er leirlist. Jarðfrøði. Sifnos liggur umleið 130 km frá Pireus, sum er tann havnin sum er nærmasta við Athen. Sifnos er 74 km2 til støddar, hon er 15 km long og 7,5 km breið. Strandalinjan er 70 km. Søga. Fólk hava búð á Sifnos í hvussu so er síðan umleið ár 4000 f.Kr. Oyggin var rík í gomlum døgum, har vóru gull, silvur og blýggj nám heilt aftur til 3. øld f.Kr. Hetta prógvar skatturin hjá sifnoyingum, sum teir bygdu á oynni Delos. Sambært Pausanias so vóru hesi nám oyðiløgd av vatnflóð. Enn í dag síggjast nøkur av hesum námum á oynni, tann kendasta er í Agios Sostis. Frá 12. øld á.Kr. var oyggin fólkað av Ioniskum grikkum frá Athen. Í 6. øld f.Kr. var oyggin fólkað av sjórænarum av oynni Samos. Í 5. øld á.Kr. var Sifnos ein almennur limur í griksku verjuni móti persarum í Persarastríðnum. Eitt skiftið eydnaðist tað persarum at taka oynna, men hon var fríða aftur at einum flota hjá Aleksander tí Stóra. Man veit lítið um søguna hjá Sifnos undir rómverjatíðini og tí byzantinsku tíðini, tó eru nakrar leivdir frá hesi tíðini varðveittar, tríggjar rómversker sarkofagir eru at finna í Kastro og 80 byzantinskar myntir eru at finna á einum savni í oynni. Hildið verður, at fólk hava búð á oynni alla tíðina hesi tíðarskeiðini. Tíðliga í 14. øld kom Sifnos undir harradømi hjá tí italienska ella spanska Januli da Corogna, sum hoyrdi til Maltesaraordanin. Hesin proklameraði oynna frælsa frá Sanudi ríkinum, sum stýrdi yvir tær flestu av Kykladu-oyggunum tá á døgum. Corognas familjan stýrdi Sifnos í meira enn hundrað ár; umleið ár 1440 var valdið yvir oynna latið til eina familju úr Bologne, Gozzadini, orsakað av einum hjúnalagi. Henda familjan stýrdi oynni til 1617. Sjálvt um bæði hesi stýrini vóru helleniseraði, so varð hildið fast við rómansku katólsku trúgv teirra. Frá 1537 var Sifnos eins og hinar oyggjarnar í Egearahavinum ein partur av tí Osmaniska ríkinum. Man veit lítið um søguna hjá Sifnos hetta tíðarskeiðið, hildið verður, at teir ið stýrdu tí Osmaniska ríkinum bert høvdu leyst stýrið yvir Sifnos, og bert kravdu skatt frá fólkunum har. Frá tíðliga í 17. øld var Sifnos ein týðandi haldilsoyggj. Og frá 1821 spældi oyggin týdningarmikland leiklut í frælsisstríðnum. Lesbos. Lesbos (Grikskt mál: Λέσβος / Lesvos, eisini nevnd Μυτιλήνη "Mytilini" eftir høvuðsbýnum Mytilene) er ein griksk oyggj í landnyrðingspartinum av Egearahavinum. Oyggin er 1.632 km2 til støddar og hevur 32 km strandalinju. Oyggin er triðstørst av griksku oyggjunum næst eftir Kreta og Evvia. Oyggin hevur stutta frástøðu til Turkaland, bert Mytilini Sundið skiljur oynna frá Turkalandi. Lesbos er ein regional eind og kommuna í Norður Egearaøkinum (Περιφέρεια Βορείου Αιγαίου). Norður Egearaøkið er eitt av 13 økjum (regiónum) í Grikkalandi, frá 1987 til 2011 vóru tríggjar oyggjar í hesum økinum, hinar báðar vóru Khios og Samos. Síðan 1. januar 2011 eru tvær oyggjar komnar afturat, tær eru Ikaria og Lemnos. Fólkatalið á Lesbos er umleið 90.000, harav býr umleið ein triðingur í høvuðsbýnum Mytilini í landssynnings partinum av oynni. Restin av íbúgvunum búgva í smærri býum og bygdum á allari oynni. Teir størstu býirnir eru: Kalloni, Gera, Plomari, Agiassos, Eresos, and Molyvos (tað forna Mythymna). Lív Næs. Lív Næs, útgávukonsert á Seglloftinum í februar 2013. Lív Næs (fødd í 1988) er ein føroysk songkvinna og tónleikari, hon spælir guitar. Lív er ættað úr Fuglafirði men býr í løtuni (2013) í Havn, har hon gongur á læraraskúla. Lívsleið innan tónleik. Lív gjørdist kend í Føroyum sum songkvinna, tá hon sang saman við Niels Midjord. Tey bæði góvu út fløguna "Tú skalt eiga morgindagin" í 2009. Í 2011 hevur hon luttikið á føroyskum tónleika festivalum við kvinnu tónleikabólkinum Lív & the Zoo, eitt nú framførdu tær á Summarfestivalinum í Klaksvík. Hinar í tónleikabólkinum eru: Jenny J. Kragsteen, Anna Maria Wrae og Maibritt H. Johansen. Fyrstu ferð tær framførdu var á Sandi í 2011. Lív hevur eisini framført saman við unnusta hennara Tróndi Enni, tey góvu út stakfløguna "Sveimandi" í 2011. Tey hava eisini framtført saman, eitt nú á Mentanarnáttini í Havn í 2012. Tá Lív framførir á ymiskum tiltøkum hevur hon ofta guitar leikararnar Trónd Enni og Una Debess at spæla guitar saman við henni. Í desember 2009 var Lív gestasangari á útgávukonsert hjá Brandi Enni í Norðurlandahúsinum. Í 2010 var hon sjónvarpsvertur í føroysku barnasendingini "Ert tú við?", sum var í 13 pørtum. Í 2012 útgav hon fløguna Keldufar, sum eru yrkingar eftir abba hennara Johannes Andreas Næs. Hann brúkti skaldanavnið Flóvin Flekk og gav út yrkingasavnið "Keldufar" í 1949. Lív hevur gjørt øll løgini uttan "Meg droymdi", sum er gjørt saman við Tróndur Enni og "Urið", sum abbi hennara lesur upp og Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmynd til. Aksel V. Johannesen. Aksel Vilhelmsson Johannesen (føddur 8. november 1972 í Klaksvík) er advokatur og politikari fyri Javnaðarflokkin. Hin 15. september 2015 varð hann valdur til Føroya løgmann. Bakgrund og familja. Hann er útbúgvin cand.jur á universitetinum í Keypmannahavn í 2004, og arbeiddi sum advokatur í Tórshavn frá 2007 til hann gjørdist landsstýrismaður. Hann er fyrrverandi formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag, har hann eisini var aktivur fótbóltsleikari. Aksel V. Johannesen er sonur Vilhelm Johannesen. Hann og kona hansara Katrin Apol eiga trý børn. 2008-2011. Á løgtingsvalinum 2008 varð Aksel Johannesen 1. varamaður á tingi fyri Javnaðarflokkin, og møtti stundum, serliga fyri Andrias Petersen. Hann gjørdist landsstýrismaður í heilsumálum tann 16. juli 2009, tá John Johannessen ikki tók av at verða landsstýrismaður eftir Hans Paula Strøm. Hann fór frá sum landsstýrismaður í heilsumálum og tók við landsstýrismaður í fíggjarmálum 21. februar og gjørdist formaður fyri Javnaðarflokkin tann 5. mars 2011. 6. apríl sama ár varð hann varaløgmaður. Høvuðsuppgávan hjá honum sum formanni var at endurreisa flokkin til næsta løgtingsval. 14. november 2011  skifti landsstýrið, og kom Javnaðarflokkurin ikki í landsstýrið. Aksel Johannesen varð tá formaður á tingi fyri Javnaðarflokkin. Løgtingsvalið 2015. Javnaðarflokkurin vann Løgtingsvalið 2015 við 25.1% av atkvøðunum. Aksel sjálvur fekk 2.405 persónligar atkvøður, ið var eitt nýtt føroyskt met. Hann breyt harvið metið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmanni, frá 2011 sum var 1967 persónligar atkvøður. 14. september 2015 varð samgonguskjalið undirskrivað, tað vóru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn ið skrivaðu undir. Nýggja løgtingið hevur fyrsta fundin 15. september 2015, tá verður stjórnin hjá Aksel V. Johannesen útnevnd. Løgtingsvalið 2019. Hóast Aksel V. Johannesen sjálvur fekk 2327 persónligar atkvøður á løgtingsvalinum 2019 – hann gjørdist toppskorarin á valinum –, hevði Javnaðarflokkurin við 2,6% størstu afturgongdina av øllum flokkum. Tveir dagar seinni boðaðu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin frá, at teir ætlaðu at fara undir samgongusamráðingar, tí teir høvdu tilsamans 17 tinglimir. Aksel V. Johannesen hevur lagt frá sær sum løgmaður týsdagin 3. september 2019. Hann skal tó virka til nýggjur løgmaður er valdur. Santiago. Santiago de Chile er høvuðsstaður og størsti býur í Kili. Íbúgvaratalið er 5 392 395 (2009). Jógvan Krosslá. Jógvan Krosslá í februar 2013 Jógvan Edmund Krosslá (føddur í 1941) úr Vági er ein føroyskur politikari. Hann var borgarstjóri í Vágs kommunu frá 1. januar 2003 til 31. desember 2004. Síðan var hann varaborgarstjóri frá 1. januar 2005 til 31. desember 2012. Hann umboðaði Tjóðveldi øll árini meðan hann var býráðslimur og borgarstjóri í Vágs Býráð. Jógvan er giftur við Mariu (Miu) Krosslá, tey eiga 6 børn: Eyðbritt, John Eli, Mary, Arnleyg, Sólrun og Jógvan Páll. Jógvan er sonur Elias og Emmu Joensen, tey vóru ættaði úr Sørvági. Elias var býráðslimur í Vágs býráð 1975-76. Døturnar hjá Jógvan hava allar spælt hondbólt við VB. Í nøkur ár spældu allar fýra við besta kvinnuliðnum hjá VB. Nú eru tað abbabørnini sum spæla hondbólt við VB og fleiri abbasynir spæla eisini fótbólt við FC Suðuroy. Bakkafrost. P/F Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Felagið varð stovnað í 1968 av brøðrunum Hans og Róland Jacobsen á Glyvrum. Í 2010 varð Bakkafrost skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo (OSE). Í apríl 2011 keypti p/f Bakkafrost fyritøkuna p/f Havsbrún fyri 1,1 milliard krónur. Regin Jacobsen, ið er sonur Hans á Bakka, er stjóri á Bakkafrost. Hin 28. november 2013 fór virði á Bakkafrost uppum 4,4 milliardir krónur, tá partabrøv vóru seld fyri 90,25 norskar krónur. Fyritøkan átti tá 48.858.065 partabrøv. Úrslitið hjá Bakkafrost fyri 2013 var 727 milliónir krónur fyri skatt og 589 milliónir krónur eftir skatt. Alideildin hevði eitt gott úrslit, orsakað av tí góða laksaprísinum. Men Bakkafrost missir framvegis pening í sølusáttmálum fyri lidnar vørur, var sagt í ársfrágreiðingini. Sagt varð eisini, at framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist væl. 28. mai 2015 vóru partabrøv hjá Bakkafrost seld fyri 206 norskar krónur. Tann dagin vaks virði á Bakkafrost til 10 milliardir norskar krónur, ið er met. Vágs Sóknar Bygdasavn. Vágs Sóknar Bygdasavn er í Gamla Skúla í Vági Vágs Sóknar Bygdasavn er eitt savn í Vági, sum Vágs Fornminnafelag eigur. Vágs Fornminnisfelag hevur av og á framsýningar í Stóra Pakkhúsi, á ovastu hæddini, tað savnið verður nevnt Sjósavnið. Felagið hevur eisini eina fasta framsýning í Gamla Skúla á Oyrabø við modellum av teimum 9 skipunum úr Vági, ið gingu burtur undir Seinna Heimsbardaga, hetta savnið verður nevnt Vágur og seinni heimsbardagi. Tað er vágbingurin Poul í Garði Niclasen, vanliga nevndur Mallepoul, sum hevur gjørt skipsmodellini. Poul og kona hansara Marianna hava givið skipsmodellini í gávu til Vágs Sóknar Bygdasavn, hetta hendi beint áðrenn jóansøku í 2010. Ein hátíðarløta var fyrst í Vágs Kirkju har Jógvan Fríðriksson, bispur, helt minningargudstænastu, síðan vóru skipini vóru sýnd fram í kirkjuni og so varð farið vestur á Minnisvarðan, har kransur varð lagdur. Umframt modellir av skipunum eru nakrar gamlar myndir og frásagnir og nakrir lutir frá tí tíðini at síggja í savninum, eitt nú er ein bonkur sum er gjørdur av vrakinum av einum av skipunum. Shenouda III. Shenouda III Pávi (føddur 3. august 1923 í Asyut, Egyptaland, doyði 17. mars 2012) var frá 1971 til deyðadag hansara pávi og patriarkur í Alexandria og harvið ovasti í teirri koptisku ortodoksu kirkjuni um allan heim. Shenouda III Pávi. Koptiski pávin Shenouda III [ʃeˈnuːdæ] millum manna nevndur 'Baba Shenouda' var koptiskur pávi í 40 ár, 4 mánaðir og 4 dagar frá 1971 til 2012. Hann var fyrr nevndur Nazeer Gayed Roufail. Eftirmaður hansara er Theofilos II millum manna nevndur 'Baba Taodros'. Almenna tign hansara var Pávi í koptisku ortodoksu kirkjuni í Alexandria, pávi av Aleksandria og patriarkur í øllum Afrika í heilaga sætinum hjá sankta Markusi evangelisti. Partshoyring. Partshoyring er kravda mannagongdin í fyrisitingarlóg at hoyra partar undan avgerð. Alment innlit. Alment innlit er rætturin hjá øllum at fáa innlit í skjøl ið eru partur av almennum málum. Rættindi at fáa innlit eru sera grundleggjandi fólkaræðislig rættindi. Alment innlit er neyðug fyritreyt fyri at fólk kunnu nýta onnur fyrisitingarlig rættindi síni til fulnar. Alment innlit er somuleiðis fortreyt fyri eftirlit miðlanna við valdinum. Løgtingslóg 133/1993 um alment innlit í fyrisitingina hevur ásetingar um alment innlit; Ll. 132/1993 um fyrisitingarlóg hevur ásetingar um partsinnlit. Fyrisitingarlógin. Fyrisitingarlógin (LØGTINGSLÓG NR. 132 FRÁ 10. JUNI 1993 UM FYRISITINGARLÓG / OM FORVALTNING) er ein lóg sum kom í gildi í Føroyum í 1993. Lógvin er galdandi fyri allar partar av almennu og kommunalu fyrisitingini í Føroyum. Lógin sigur m.a. nakað um hvør ið kann roknast at vera ógegniur, hon sigur nakað um alment innlit (skjalainnlit), um partshoyring, kæruvegleiðing og tagnarskyldu. Wanessa. Wanessa Godói Camargo Fedorenta Buaiz (fødd 28. desember 1982 í Goiânia, Goiás í Brasil), best kend sum Wanessa, er ein popp songkvinna, sum hevur útgivið fleiri tónleikaútgávur, sum hava selt so nógv í heimlandi hennara, at útgávur hava fingið gull og platin heiður. Tveir føroyingar hava komponerað ein av hennara sangum, sum er á fløguni DNA, sum kom út á enskum í 2011. Føroyingarnir eru Bárður Háberg og Óli Jógvansson, sum eiga fyritøkuna Baroli Music. Sangurin hjá teimum, sum Wanessa syngur eitur "High". Altjóða barnarættindadagur. Altjóða barnarættindadagur er 20. november. Í 1989 samtykti aðalfundurin hjá ST altjóða sáttmálan um barnarættindi. Barnarættindasáttmálin kom í gildi á heysti í 1990, tá fleiri enn 20 lond høvdu staðfest hann. Tann 9. apríl í 1992 staðfestu Føroyar altjóða barnarættindasáttmálan. Sáttmálin skal verja øll børn fyri órættvísi, fátækradømi og neyð og geva øllum børnum møguleikar at taka lut í avgerðum, ið ávirka lív teirra. Eisini skal hann gera sítt til at skipa eitt rættvíst altjóða samfelag, sum ikki bara børn, men øll mannaættin eigur rættin til. Hóast Føroyar fyri 19 árum síðani bundu seg til at virða 41 rættindi hjá børnum, halda Føroyar ikki barnarættindasáttmálan - tað segði ST í 2011. Í niðurstøðunum og átalunum, sum ST-nevndin gjørdi í 2011 um støðuna hjá børnum í Føroyum, dumpaðu Føroyar á 8 økjum. Héctor Camacho. Héctor Camacho Matías (føddur 24. mai 1962 í Bayamón, Puerto Riko; deyður 24. november 2012 í San Juan, Puerto Riko) var heimsmeistari í nevaleiki í trimum vektflokkum í 1980-árunum. Sum professionellur vann hann 79 dystir og tapti seks. Fyrrverandi nevaleikarin Héctor Camacho Matías, sum var heimsmeistari í trimum vektflokkum, doyði 24. nov. 2012 á einum sjúkrahúsi í heimlandinum Puerto Riko av skaðanum, sum hann fekk, tá ókendir menn skutu hann í høvdið týskvøldið 20. nov 2012. Hann sat í bili sínum uttan fyri eitt vertshús í høvuðsstaðnum San Juan, tá ókendir menn skutu eftir honum og einum øðrum manni. Hin maðurin doyði beinanvegin, og Camacho varð fluttur á sjúkrahús. 23. nov. staðfestu læknarnir, at hann var heiladeyður, og 24. nov. 2012 doyði hann. Hann var 50 ára gamal, tá hann doyði. IPhone 5. Á myndini sært tú iPhone 5. iPhone 5 er nýggj fartelefon frá Apple. iPhone 5 er eitt spildur nýtt design, har tey hava gjørt hana tynri og hon hevur ein størri skerm. Við fyrsta eygnakast líkist fartelefonin iPhone 4S, men innaní er hon nýggj frá grundini og er so væl gjøgnumhugsað, at hóast hon hevur fleiri nýggjar finessur, er hon 18 % tynri og 20 % lættari enn iPhone 4S. Skíggin er enn framvegis tann frálíki Retina-skíggin, sum við 326 tættpakkaðum pikslum pr tumma er blivin so klárur, at eygað sær ikki longur mun á mynd og veruleika. Litirnir eru eisini flottari við 44 % betri fyllu. Sjálvur skíggin er vaksin til 4 tummar og hevur fingið 16:9 format. Nýggja A6-chippið er rein rástyrki, og royndir vísa, at iPhone 5 er tvær ferðir kvikari enn iPhone 4S. Hóast telefonin í allar mátar arbeiðir skjótari, er battarítíðin enntá vorðin longri. iPhone 5 hevur nýggjastu tøkni til dátaflutning (HSPA, HSPA+ og DC-HSDPA). Eisini hevur hon tráðleyst dual-band 802.11n, sum gevur eina ferð upp til 150 Mbps. Nú kanst tú eisini hava Facetime-samrøður í 720p góðsku við kamera, ið situr mitt á telefonini. iPhone 5 hevur ikki færri enn tríggjar mikrofonir, eina í botninum, eina framman og eina aftan. Við teimum sorterar telefonin sjálv millum ljóð og larm, og brúkar tú iPhone í larmandi umhvørvi, skilur telefonin óruddið frá og gevur tær bert reint ljóð. Apple hevur eisini dagført leidningin til løðing og synkronisering av iPhone til ein 8-port connector. Hesin er sterkari og hevur sama stikk í báðum endum. Óli Jógvansson. Óli Jógvansson úr Havn er ein føroyskur tónleikari, tónasmiður og tónleikaframleiðari. Saman við Bárði Háberg eigur og rekur hann tónleikafyritøkuna Baroli Music, sum framleiðir tónleik til poppsangarar frá ymiskum londum kring heimin. Teir stovnaðu fyritøkuna í 2006, og higartil (2012) eru fleiri av løgum teirra komin á hittlistarnar í eitt nú Japan, Korea, Teivan, Hollandi og USA. Teir hava eitt nú gjørt løg til sangir, sum disneysjónleikakvinnan Stefanie Scott syngur. Stefanie Scott er m.a. kend frá sjónvarpsrøðini A.N.T. Farm á Disney Channel. Sangurin eitur FYI og kom út á iTunes hin 18. september 2012. Teir hava eisini skrivað lag til niðurlendsku Iris Kroes, sum vann hollendsku sjónvarpssangkappingina The Voice of Holland í januar 2012, japonsku Koda Kumi, Suðurkoreanska gentupoppbólkin ChoColat og brasilsku Wanessu. Joseph Murray. Joseph Edward Murray (* 1. apríl 1919 í Milford, Massachusetts; † 26. november 2012 í Boston, Massachusetts) gjøgnumførdi heimsins fyrstu nýratransplantatión, tá hann setti annað sunna nýra hjá Ronald Herrick í doyggjandi tvíbururin, Richard Herrick. Lítlajólaaftan í 1954 framdi læknin, Josepf E. Murray eina fimm tímar langa skurðviðgerð, sum ikki bert bjargaði lívinum á sjúklingi hansara, men fekk lívsgevandi týdning fyri eftirtíðina fyri hundraðtúsundtals sjúklingar um allan heim. Skurðviðgerðin í 1954 fór fram á Peter Brent Brigham Hospital í Boston, og var slóðbrótandi fyri allar transplantatiónir av gøgnum frá deyðum persónum til fólk, sum kundu framhaldandi liva við hesum eykalutum. Hendan hugvekjandi skurðviðger førdi beinleiðis til Nobel heiðurslønina. Umframt at fremja transplantatiónir í mong ár, var Murray eisini við til at menna heilivág, ið forðar transplanteraðum gøgnum at verða frástoytt av nýggja kroppinum. Hann gjørdist 93 ára gamal. Roy Scheider. Roy Richard Scheider (10. november 1932 í New Jersey – 10. februar 2008 Little Rock, Arkansas) var ein amerikanskur sjónleikari sum er mest kendur fyri sín leiklut sum Chief Brody í tveimum teim fyrstu Jaws (Dødens gab) filmunum í 1970'unum. Yngru árini. Scheider varð føddur í Orange, New Jersey, sonur Annu Scheider (f. Crosson) og bilmekanikarin Roy Bernhard Scheider. Mamman var av írsk-katólskari bakgrund, og pápin var týsk-amerikanskur potestantur. Sum barn var Scheider atletur (ítróttamaður) og luttók í organiseraðum baseball og boksing kappingum, har hann var klassaður sum ‘welterweight’, tí hann vigaði 140 lbs. Scheider luttók í ‘Golden Gloves’ boksikappingunum. Tvær ferðir í leypið av síni boksikarrieru frá 1947-1953 breyt Scheider nøsina. Hann gekk á Columbia High School í Maplewood, New Jersey, og varð innsettur í skúlans ‘hall of fame’ í 1985. Hann skifti boksihandskarnar út við leikpallin, og fór at studera drama á bæði Rutgers University og Franklin and Marshall College, har hann var limur í studentafelagnum ’Phi Kappa Psi’. Aftaná trý ár í United States Air Force, trein hann á pall við "‘the New York Shakespeare Festival’", og vann ein ‘Obie Award’ í 1968. Scheider hevði leiklutir í tveimum CBS soap operum, "Love of Life" og "The Secret Storm". Filmskarriera. Scheider debuteraði sum filmsleikari í 1964 í ræðufilminum The Curse of the Living Corpse. Av øðrum týðandi filmum sum hann hevur medvirkað í eru The French Connection (1971), Marathon Man (1976), All That Jazz (1979), Blue Thunder (1984) og (1984) (sum var ein uppfylgjari til) og The Fourth War (1990). Scheider er nomineraður til ein Oscar tvær ferðir, fyrstu ferð í 1972 fyri sín leiklut í The French Connection og aðru ferð í 1980 fyri sín leiklut í All That Jazz. Privatlív. Scheider giftist fyrst við Cynthia Bebout tann 8 november 1962. Tey fingu eina dóttir, Maximillia, áðrenn tey skildust í 1989. Tann 11 februar 1989 giftist hann við sjónleikarinnuni Brenda King, og saman fingu tey ein son, Christian, og eina dóttir, Molly. Teirra hjúnalag vardi líka til Scheider’sa deyða. Scheider doyði av krabbameini á ‘the University of Arkansas Medical Sciences Hospital’ í Little Rock, Arkansas, tann 10 februar 2008.. Sean Connery. Sir Thomas Sean Connery (føddur 25. august 1930 í Edinburgh í Skotlandi, deyður 31. oktober 2020 í Nassau á Bahamaoyggjum) var ein skotskur sjónleikari, instruktør, og filmprodjúsari. Hann hevur vunnið eina Oscar-virðisløn, tveir BAFTA Awards (harav annar er ein "BAFTA Academy Fellowship Award") og tríggjar Golden Globes (harímillum "Cecil B. DeMille Award" og ein "Henrietta Award"). Sean Connery gjørdist víðagitin sum tann bretski agenturin James Bond. Eftir at hava verið við í fimm Bond filmum í tíðarskeiðnum 1962-67 ynskti Connery at koma vekk frá Bond-leiklutinum. Hann játtaði tó at átaka sær leiklutin aftur í Diamonds Are Forever í 1971, og í Never Say Never Again í 1983. Í 1988 vann hann ein Oscar (Academy Award for Best Supporting Actor) fyri leiklutin sum Chicago-poltisturin Jimmy Malone í filminum The Untouchables. Hansara filsmkarriera umfatar eisini slíkar filmar sum Marnie, The Name of the Rose, The League of Extraordinary Gentlemen, Indiana Jones and the Last Crusade, The Hunt for Red October, Highlander, Murder on the Orient Express, Dragonheart, og The Rock. Hann bleiv sligin til riddara í juli 2000. Connery er blivin kosin til "The Greatest Living Scot" og "Scotland's Greatest Living National Treasure". Í 1989 var hann útnevndur "Sexiest Man Alive" av People magazine og í 1999, sum 69 ára gamal, bleiv hann kosin til "Sexiest Man of the Century". Yngru árini. Thomas Sean Connery bleiv uppkallaður Thomas eftir abba sínum. Foreldrini vóru Euphemia McBain “Effie” (f. McLean), ein vaskikona, og Joseph Connery, ein fabrikksarbeiðari og lastbilsjafførur. Abbin í faðirætt var sonur írskar innflytarar, ið fluttu til Skotlands um miðju 19. øld. Restin av familjuni var av skotskum uppruna, og foreldrini hjá bæði mammuni og pápanum, ið komu frá Fife og Uig á Isle of Skye, tosaðu skotskt gæliskt sum móðurmál. Pápin var miðalstættar katolikkur, og mamman var protestantur. Hann hevur ein yngri beiggja, Neil Connery (f. 1938). Connery sigur sjálvur, at hann bleiv kallaður millumnavnið ’Sean’ langt áðrenn hann gjørdist sjónleikari, hóast hann eisini var róptur ’Tommy’ á yngri døgum. Fyrsta arbeiðið hann fekk, var sum mjólkarmaður í Edinburgh. Hann fór síðan í ”the Royal Navy”, har hann fekk sær tvær Tatoveringar, ið sambært almennu heimasíðuni, ”eru ikki týdningarleysar – tær sýna tvey av hansara lívslongu bondum; familjuna og Skotland… onnur sigur ”Mum and Dad” og hin ”Scotland Forever”. Karriera. Í 1951 arbeiddi Connery backstage í the King’s Theatre, har fekk hann áhuga fyri filmi og spírin til eina langa karrieru varð kveiktur. Fyrsti filmur, ið Connery spældi við í, var filmurin No Road Back, har hann hevði leiklutin sum gangstari. Síðan hevði hann fleiri smærri og størri leiklutir í filmum fram til 1962, tá hann fekk leiklutin sum James Bond. Hann hevði eisini ein leiðandi leiklut í sjónvarpsleikinum Anna Karenina í sjónvarpsrásini hjá BBC Television í 1961, har hann spældi saman við Claire Bloom. Leikluturin sum James Bond var gjøgnumbrotið hjá Connery, hann hevði høvuðsleiklutin í fimm teim fyrstu filmunum: Dr. No (1962), From Russia with Love (1963), Goldfinger (1964), Thunderball (1965), og You Only Live Twice (1967) – síðan spældi hann aftur Bond í Diamonds Are Forever (1971) og Never Say Never Again (1983). Allir sjey filmarnir vóru successfullir. Í 2005 var From Russia with Love gjørt til eitt videospæl av Electronic Arts, við heitinum, har Connery og hini frá Bond filmunum løgdu rødd til. Meðan hann spældi leiklutin í James Bond filmunum, spældi Connery eisini høvuðsleiklutin í øðrum filmum, so sum Alfred Hitchcock'sa Marnie (1964), Murder on the Orient Express (1974) saman við Vanessa Redgrave og John Gielgud og A Bridge Too Far (1977) saman við Dirk Bogarde og Laurence Olivier. Í 1980’unum spældi Connery í t.d. Time Bandits (1981), Never Say Never Again (1983), The Name of the Rose (1986), sum hann vann ein BAFTA fyri, Highlander (1986), The Untouchables (1987), sum hann fekk ein Academy Award for Best Supporting Actor fyri. Eftir hetta kom successfulli Indiana Jones and the Last Crusade (1989), The Hunt for Red October (1990), The Russia House (1990), The Rock (1996), og Entrapment (1999). Í 1996 legði hann rødd til ‘Draco the dragon’ í filminum Dragonheart. Í 1998 fekk Sean Connery ein BAFTA Academy Fellowship Award. Seinnu árini hevur Connery verið við í fleiri minni hepnaðum filmum, so sum First Knight (1995), The Avengers (1998), og The League of Extraordinary Gentlemen (2003), men eisini í nøkrum væleydnaðaum leiklutum í t.d. Finding Forrester (2000). Seinni hevur hann eisini fingið ein Crystal Globe fyri framúrskarandi listarligt íkast til heimsfilmslistina (world cinema). Givin sum sjónleikari. Connery hevur við fleiri høvi váttað, at hann hevur endaliga lagt frá sær. Í eini samrøðu segði hann seg verða bjóðaðan ein leiklut í The Lord of the Rings sum hann ikki tók av, tí hann ”skilti ikki manuskriptið”. At hesir filmar gjørdust so væleydnaðir, skal vera ein orsøk til at hann tók av tilboðnum um høvuðsleiklutin í League of Extraordinary Gentlemen, hóast hann ”heldur ikki skilti hetta manuskriptið”. Í juli 2005 kom fram, at hann nú hevði endaliga lagt filmsleikin frá sær, tí hann trúði ikki longur uppá teir ”idiotarnar ið nú gera film í Hollywood”, ið sipaði til prodjúsarnar av áðurnevnda filmi í 2003. Bæði í September 2004 og í mars 2006 váttaði Connery, at hann hevði lagt frá sær, og kunngjørdi at hann var í ferð við at skriva eina søgubók. 25. august 2008, á 78 ára føðingardegnum, avdúkaði Connery sína lívsævisøgu (autobiography) ið nevnist Being a Scot, ið hann hevði skrivað saman við Murray Grigor. Hann hevði ætlanir um at taka við høvuðsleiklutinum í einum filmi um Saladin og krossferðirnar ið skuldi takast upp í Jordan áðrenn prodjúsarin Moustapha Akkad varð dripin í bumbuálopinum í Amman í 2005. Tá Connery fekk prísin American Film Institute's Lifetime Achievement Award frá American Film Institute hin 8. juni 2006, váttaði hann aftur, at hann hevði lagt frá sær, og 7. juni 2007 avnoktaði hann gramlið um, at hann skuldi vera við í tí fjórða Indiana Jones filminum, við orðunum "retirement is just too much damned fun". Connery vendi aftur til at leggja rødd til filmar, tá hann legði rødd til høvuðskarakterin í animeraða stuttfilminum Sir Billi the Vet, og í 2005 upptók hann ‘voiceovers’ til eina nýggja videospælversjón av Bond filminum From Russia with Love. Connery dámdi væl, at prodjúsarnar av (EA Games) høvdu biðið hann leggja rødd til Bond og vónaði at sleppa at leggja rødd til okkurt annað í framtíðini. Í 2010 endurtók hann leiklutin sum høvuðskarakterurin í animeraða filminum Sir Billi, har hann eisini luttók sum varaprodjúsari. Í apríl 2011 váttaði talsmaðurin hjá Sean Connery at Connery var farin á partna (hevði trekt seg tilbakar frá almenninginum) Privatlív. Hann bleiv giftur við sjónleikarinnuni Diane Cilento 6. desember 1962, men tey blivu skild 6. september 1973; tey fingu sonin Jason Connery, sum eisini gjørdist sjónleikari. Sean Connery giftist Micheline Roquebrune í 1975. Connery, ein íðin golfspælari, átti Domaine de Terre Blanche golfvøllin í Suður Fraklandi í tjúgu ár, frá 1979, har hann hevði ætlanir um at sín dreyma golfvøll á tí 108 hektar (266 acres) stóra økinum, men hesin dreymur var ikki vorðin veruleiki, tá hann seldi økið til týska milliarderin Dietmar Hopp í 1999. Connery hevur eisini altíð havt áhuga fyri fótbólti, og hann stuðlaði Celtic í 1960’unum, men fór at stuðla teirra erkafíggindum Rangers í 1990’unum. Spurdur um hví hann skifti lið svaraði Connery: “Eg havi altíð stuðlað tí liðnum, eg haldi spælir besta fótbóltin… nærum ‘religiøs tilhoyrsforhold’ í fótbólti, hava ongantíð sagt mær nakað”. Connery hevur fingið Shodan-tign (1’sta dan) í Kyokushin karate. Connery varð sligin til riddara í juli ár 2000. Hann var innstillaður til riddaraheitið bæði í 1997 og 1998, men tá legði Donald Dewar veto ímóti hesum, vegna Connery’sa politisku holdningar. Sean Connery hevur eina villa í Kranidi í Grikkalandi. Nábúgvin hjá honum er hollendski krúnprinsurin, sum Connery eisini deilir ein tyrlupall við. SNP. Connery er limur í Skotska Tjóðskaparflokkinum SNP (Scottish National Party), ein mið-vinstrahallur flokkur, ið arbeiður fyri loysing og skotskum fullveldi frá Stóra Bretlandi., og hevur hann stuðlað flokkinum við peningi og við at vera til staðar við alemenn tiltøk hjá flokkinum. Hansara peningaliga íkast steðgaði í 2001, tá bretska parlamentið samtykti eina lóg ið forðar fyri útlendskum stuðli til poliskan aktivitet í Stóra Bretlandi. Í 2008 segði Connery við Scottish Sunday Express at hann trúði uppá at Skotland vildi fáa fullveldi í sínari livitíð og rósti arbeiðnum hjá SNP. Connery er blivin kriteseraður fyri at kommentera politikkin í Stóra Bretlandi, meðan hann sjálvur býr í skattaskjólinum Bahamas, hóast hann við dokumentum hevur prógvað, at hann betalti 3,7 milliónir bretsk pund í skatti til Stóra Bretland í tíðarskeiðnum 1997/98 og 2002/03. Connery hevur svorið ongantíð at venda aftur til Skotland uttan so at landið fær fullveldi, men hann kom tó til Edinburgh Film Festivalin í 2010. Heilsa. Í 1993 frættist at Connery fekk stráluviðgerð fyri ókenda sjúku í svølginum og elvdi hetta til gitingar í fjølmiðlunum um at hann hevði fingið krabba í hálsinum sum fylgju av áralangari royking, og japanskar og Suðurafrikanskar tíðindastovur søgdu hann vera deyðan. Connery steig tí fram í sjónvarpssendingini Late Show við David Letterman fyri at avnokta hesar følsku gitingar. Í eini samrøðu við Entertainment Weekly í februar 1995 segði hann, at stráluviðgerðina fekk hann fyri at fjerna klumpar frá stemmubondunum. (Faðir hansara, ein stórroykjari, doyði av hálskrabba í 1972.) Í 2003 varð hann lagdur undir skurð fyri at fjerna gráan stara (gråstær) úr báðum eygum. 12 mars 2006 kunngjørdi hann, at hann var við at koma fyri seg aftur, eftir skurð í januar har hann fekk fjernaðan ein svull á nýranum. Í 2008 breyt hann eitt bein í økslini tá hann datt á golfvøllinum. Í oktober 2009 fortaldi hann fyri Wine Spectator tíðarritinum, at hann hevði fingið staðfest eina hjartasjúku. Stefanie Scott. Stefanie Noelle Scott (fødd 6. desember 1996) er ein amerikonsk sjónleikarinna og songkvinna. Hon er mest kend fyri sín leiklut sum Dana Tressler í spælifilminum "Flipped" har hon vann ein 2011 Young Artist Award (Heiðursløn til ungt listarfólk) og fyri sín leiklut í "No Strings Attached" sum unga Emma. Í sjónvarps ídnaðinum spælir hon Lexi Reed í sjónvarpsrøðini "A.N.T. Farm" á Disney Channel. Føroyska tónleikafyritøkan Baroli Music hevur gjørt lagið til sangin FYI, sum Stefanie Scott syngur. George H. W. Bush. George Herbert Walker Bush (12. juni 1924 í Milton, Massachusetts - 30. november 2018 í Houston, Texas) var forseti í USA frá 1989 til 1993, tá hann mátti lata Bill Clinton taka við. Áðrenn tað var hann varaforseti hjá Ronald Reagan í átta ár. Eftir at hann tapti forsetavalið í 1992, bleiv hann nógv virdur sum ein fyrrverandi politiskur leiðari, sum vísti sítt jaliga og rúmliga sinnið við at kníta persónlig vinarbond við Bill Clinton, sum annars var maðuri sum syrgdi fyri at George H. W. Bush, einans fekk eina setu í Hvítu Húsunum. Bush var fyrsti amerikanski varðaforseti síðan 1836, sum er valdur til amerikanskan forseta og er einans bert annar forsetin í søguni hjá amerikonsku tjóðini, sum upplivdi at egni sonur eisini gjørdist forseti, tá George W. Bush varð valdur í 2000. Barbara og Georg Bush (eldri) giftust í 1945, og vóru sostatt gift í meira enn 70 ár. Tað er longri enn nøkur onnur forsetahjún í USA hava verið gift. Tey fingu seks børn. Bush er pápi George W. Bush, sum var forseti frá 2001 til 2009. Hann er eisini pápi fyrrverandi Florida-guvernørin, Jeb Bush, sum uttan eydnu royndi at gerast republikanskt forsetavalevni til forsetavalið í 2016. George H. W. Bush átti 5 abbabørn og 17 langabbabørn. Politiskt lív. Hann var føddur 12. juni í 1924 í Milton, Massaschusetts. Hann fór í amerikanska herflotan sum 18 ára gamal og var við í 2. heimsbardaga. Eftir hetta flutti Bush til Texas, har hann byrjaði eitt oljufelag, ið fekk stóra viðgongd. Hann fór síðani upp í politikk, har hann hevði fleiri leiklutir, áðrenn hann gjørdist varaforseti hjá Ronald Reagan í 1980. Hetta starvið røkti hann í tvey valskeið. Bush stillaði upprunaliga upp móti Reagen fyri at gerast republikanskt valevni. Í 1988 vann hann forsetavalið móti Micheal Dukakis. Tíðin í Hvíta Húsinum vardi fýra ár; í 1992 tapti Bush valið fyri demokratinum, Bill Clinton. Forsetaembætið hjá George Bush eldra var serliga merkt av úttanríkispolitikki; at Kalda Kríggið endaði og stríðnum móti Saddam Hussein í Golf-krígnum. Kristina Bærendsen. Kristina Skoubo Bærendsen (fødd 1990) er ein føroysk songkvinna úr Saltangará. Hon er dóttir navnframa føroyska sangaran Alex Bærendsen. Kristina hevur framført saman við føroyskum og útlendskum sangarum sum t.d. Halli Joensen, Bobby Bare á Summarfestivalinum 2011. Kristina varð tilnevnd Planet Awards 2012 í bólkinum "Ársins songkvinna". Og Hún er í íslensku söngvakeppninni með lagið þú og ég Um fyrstu tónleikaútgávuna. Í 2012 gav Kristina út sína fyrstu fløgu. Allir sangirnir eru á føroyskum. Við Rás2 segði hon, at ætlanin er at umseta sangirnir til enskt og at geva fløguna út á enskum eisini. Tann útgávan kemur væntandi í desember 2014. Jákup Zachariassen hevur spælt meginpartin av ljóðførunum á fløguni. Úr Nashville eru ymisk ljóðføri tikin upp, eitt nú violin, kassaguitari, mandolin, kontrabassur, telekastari. Strúkararnir eru spældir inn í Íslandi. Kristoffer Mørkøre shakari, Eyðun Johannessen bass, Høgni Klakstein trummur, Godtfred Joensen tangentar, Finnur Hansen tangentar, Gunnar Guttesen. Sirikit Jacobsen hevur yrkt onkran sang. Jákup Veyhe eigur orðini til skering nummar 9. Kristina hevur sjálv gjørt nøkur av løgunum, t.d. til skering nummar 8, "Fuglur á ferð", Sirikit Jacobsen hevur skrivað tekstin. Hervør á Torkilsheyggi (fødd Djurhuus) hevur gjørt orðini til triðja sangin á fløguni, ein slow valtsur, sum hevur heitið "Lívið tað broyttist". Kristina hevur gjørt lagið og sent tað yvir til USA har blue grass tónleikarar spældu blue grass tónleik til lagið, John Andersen úr Runavík syngur kór til sangin. "Eitt hjarta er sum hin sonin elskar" er innspældur í Nashville. Sara Nordenstam. Sara Maria Evelina Nordenstam (fødd 28. februar 1983 í Lycksele, Svøríki) er norskur svimjari. Hon búði í Svøríki fyrstu 10 árini og flutti síðan til Noregs. Hon fekk norskan ríkisborgaraskap í 2004. Hon hevur klárað seg væl í altjóða svimjikappingum. Hon hevur eitt nú sett met í 200 metrum bringu og svomið á Olympisku leikunum. Slóðir. Nordenstam, Sara Thorbjørn Jagland. Thorbjørn Jagland (føddur 5. november 1950 í Drammen, Buskerud sum Thorbjørn Johansen) er ein norskur politikari og rithøvundur. Hann var forsætisráðharri í Noregi 1996–1997. Politiska lívsleiðin. Jagland byrjaði politisku lívsleið sína í politiska ungmannafelagnum hjá norska Arbeiðaraflokkinum, AUF í Buskerud, har hann var formaður í tíðarskeiðnum 1973–1976. Frá 1975–1983 var hann harumframt limur í fylkistinginum í Buskerud. Hann varð valdur inn í norska Stórtingið fyri fyrstu ferð í 1993 fyri Arbeiðaraflokkin. Hann var leiðari fyri Arbeiðaraflokkin frá 1992 til 2002, forsætisráðharri frá 1996 til 1997 og uttanríkisráðharri frá 2000 til 2001. Frá 2005 til 2009 var hann stórtingsformaður. 29. september 2009 bleiv hann valdur til aðalskrivari fyri Evroparáðið. 2009 til 2011 var Thorbjørn Jagland formaður í Norsku Nobelnevndini. Lívsleið sum rithøvundur. Jagland er ein virkin rithøvundur og hevur útgivið fleiri bøkur, eitt nú bøkurnar "Min europeiske drøm" í 1990, "Brev" í 1995, "Vår sårbare verden" í 2001 og "Ti teser om EU og Norge" í 2003. Elva Hsiao. Elva Hsiao eisini kend sum Elva Siu (fødd 24. august 1979) er ein teivanesisk mandopopp songkvinna. Føroyska sangskrivara/prodjúsara fyritøkan Baroli Music við havnamonnunum Bárður Háberg og Óla Jógvanssyni hevur skrivað sangin "Enough is Enough" sum er á fløguni "I'm Ready". Sangurin er skrivaður saman við Sam McCarthy. Ryskivatn. Ryskivatn. Ein ferðamaður gongur eftir byrgingini, hann er á veg til Fámjins eftir varðagøtuni. Ryskivatn er eitt vatn í Suðuroynni, sum liggur í ein útnyrðing úr Vági, norðanfyri Botn, har Føroya fyrsta el-verk liggur. Vatnorkuverkið í Botni framleiðir el úr orkuni sum kemur frá vatninum úr Ryskivatni, Miðvatni, Ovastavatni og úr Vatnsnesi. Børn og lærarar úr Vágs Skúla plagdu fyrr at fara útferð til Ryskivatn einaferð um árið, hesin túrur verður av og á gjørdur enn áðrenn summarfrítíðina. Ryskivatn plagdi eisini at vera eitt vælumtókt útferðamál hjá familjum úr Vági og er tað enn. Vegur er niðan til Ryskivatn, tað er vegurin til Botn, sum eitur Dalsvegur. Hann førir úr Vági niðan til Ryskivatn, ella umleið 100 metrar frá vatninum. Nakrir hundrað metrar áðrenn ein kemur til Ryskivatn, er ein síðuvegur, sum fer snúrandi omaneftir fjallinum har oman í Botn. Vegur er einsporaður, men har eru møtipláss. Fyrr í tíðini, áðrenn vegur varð gjørdur millum bygdirnar í Suðuroynni, so var vanligt at ganga eftir varðagøtunum. Ein varðagøta gongur framvið Ryskivatni, tað er varðagøtan millum Vág og Fámjin. Tá turkur er um summarið, so kemur tað onkuntíð fyri, at brunnarnir hjá Vágs kommunu gerast tómir fyri vatn, tá verður vatn tikið úr Ryskivatni til drekkivatn. Rómverjabrævið. Rómverjabrævið er helst skrivað á teirri tríggja mánaða longu ferðini í Korint, sum Paulus nevnir í 2. Kor. 13,1. Triðja prædikuferðin var tá næstan komin at enda. Tað man helst hava verið í árinum 57 e.Kr. Rómverjabrævið kann verða skift sundur í tríggjar høvuðspartar: ein frálærandi (1.-8. kap.), ein frelsusøguligan part (9.-11. kap.) og ein áminnandi part (12.-16. kap.). Eisini kunnu verða tikin fram orðini í Róm. 1,16, gleðiboðskapurin er Guds kraft til frelsu sum støði undir at skifta Rómverjabrævið í fimm partar - umgyrdir av tí týdningarmikla innganginum í 1,1-17 og tí viðkomandi og endaliga partinum í 15,14-16,27. Tað hevur uppiborið at standa sum hitt fyrsta av Paulusar brøvum. Men í øllum tí dýrmæta innihaldinum er eitt dygt høvuðssjónarmið: frelsan er av náði, og rættvísgeringin er av trúgv. Um hetta sigur Martin Luther: "Tá ið innihaldið av hesum orði gjørdist mær greitt, kendi eg meg fullkomiliga føddan av nýggjum, tað var, sum gekk eg ígjøgnum opnar grindir og var komin í sjálvt paradísið". Her slær av sonnum kristindómsins hjarta, her hevur Paulus gjørt greitt, hvat sannur kristindómur er - tí er Rómverjabrævið eisini lykilin at allari skriftini. Filippibrævið. Bræv Paulusar til samkomuna í Filippi. Filippibrævið er eitt av fangilsisbrøvinum. Tað er helst skrivað í Róm í Italia, tá ið hann fyrstu ferð sat fangi har (sambært orðunum lívvaktarliðinum í 1,13, og tey, sum hoyra til hús keisarans, 4,22). Brævið er fyrst og fremst skrivað, tí Paulus hevur tikið ímóti eini gávu frá kirkjuliðinum. Longu á aðru prædikuferðini høvdu filippimenn veitt honum fíggjarliga hjálp. Og nú hevði hann upp aftur fingið gávu frá teimum. Epafroditus hevði fingið gávuna í lag. Epafroditus var eina tíð hjálparmaður Paulusar, meðan hann sat fangi, og hann hevði sett lív sítt í váða. Tí skrivar Paulus brævið. Brævið er skrivað til hini heilagu í Kristi Jesusi í Filippi. Filippi var ein týdningarmikil býur í Makedónia. Var rómverskt hjáland og rómversk hermannaborg. Filippi var eisini fyrsti býur í Evropa, har Paulus setti á stovn kristið kirkjulið, og tað varð stovnsett á aðru prædikuferð hansara. Hann var aftur í hesum býi á triðju prædikuferð síni. Hann hevði framúr góð og hjartalig viðurskifti við kirkjuliðið í Filippi. Benelukslondini. Tey trý smáu londini Belgia, Niðurlond og Luksemburg hava tikið seg saman um felags áhugamál og kalla seg Benelukslondini eftir teimum fyrstu stavunum í nøvnum teirra. Benelukslondini - Belgia, Niðurlond og Luksemborg - eru trý fræls ríki, sum samstarva í búskaparliga felagsskapinum Beneluks, ið varð stovnaður í 1948. Samstarvið landanna millum hevur við sær, at vørur hava frítt at fara ímillum londini, hóast tey høvdu egið gjaldoyra (nú nýta øll trý londini evruna sum gjaldoyra) og egna skattaskipan. Benelukslondini eru fjølbygdastu lond í Evropa, men tey eru rík. Tungídnaðurin, t.d. kola- og stálídnaðurin, ið áður var týdningarmesta vinnan, hevur verið fyri afturgongd, men nýmótans ídnaður, ið ger lidnar vørur, og vinnugreinir í tænastuvinnuni eru komnar ístaðin. Benelukslondini hava eisini til dømis handilsmál í felag: tey kunnu í felag úr útlondunum keypa vørur í størri nøgdum, enn hvørt landið kundi, og soleiðis fáa vørurnar bíligari, enn teir fyrr fingu. Tollur er eingin Benelukslandanna millum. Vørur, sum eru gjørdar í einum Benelukslandi, kunnu seljast tollfríar í hinum Benelukslondunum, meðan vørur av sama slag úr øðrum londum koma undir toll og eru tí minni kappingarførar; tí kunnu vørur úr til dømis Stóra Bretlandi vera væl dýrari í Hollandi enn vørur av sama slag úr Belgia. Hesin felagsskapur hevur eisini sínar tvørleikar, til dømis kunnu ídnaðarvirki í Belgia framleiða eina vøru bíligari enn ídnaðarvirki í Hollandi og vinna í sølukappingini, uttan at stjórnin í Hollandi kann hjálpa tí hollendska virkinum. Men samtikið hevur hesin felagsskapur so nógvar fyrimunir, at hann hevur verið til fyrimyndar fyri felagsmarknaðin ES og fríhandilsøkið EFTA (stytting fyri "European Free Trade Association"). Hundabrævið. Hundabrævið er eitt bræv úr Føroyum, skrivað einaferð millum ár 1350 og 1400. Brævið snýr seg um hundahald í Føroyum, men er eisini í nútíðini blivin ein týdningarmikil kelda til at staðfesta aldurin á fleiri føroyskum bygdum. Bygdir sum á fyrsta sinni verða nevndar í Hundabrævinum eru hesar (frá norðuri til suðuroyar): Hattarvík, Kirkja, Viðareiði, Múli, Kunoy, Mikladalur, Húsar, Elduvík, Leirvík, Lambi, Nes, Skáli, Strendur, Selatrað, Oyri, Eiði, Hvalvík, Kollafjørður, Vestmanna, Saksun, Nólsoy, Koltur, Miðvágur, Sørvágur, Gásadalur, Mykines, Skálavík, Húsavík, Dalur, Skarvanes, Øravík, Porkeri, Vágur og Fámjin. Fleiri av hesum bygdum kunnu vera nógv eldri, men tær eru altso hvørki nevndar í Seyðabrævinum ella Føroyingasøgu. Hvítusunna. Hvítusunna (á skandinaviskum "pinse", á týskum "Pfingsten"), hin fimmtiundi dagur eftir páskir. Kemur av grikska "pentekoste", sum er "tann 50. dagurin". Hvítusunna kemur helst frá gomlum enskum: "hwita sunnandæg". Í kristnu kirkjuni (49 dagar eftir páskir) hátíð til minnis um Heilaga Andans komu. Upprunaliga jødisk heystfest. Jødar nevna hesa hátíð sjeyvikuhátíðina, tí at hon verður hildin sjey vikur eftir páskir. Upprunaliga var sjeyvikuhátíðin ein takkarhátíð fyri kornheystingina, men rabbinarnir hildu hana til minnis um sáttmálan á Sinai. Advent. Adventstíðin er fyrireiking til jólini. Hetta orðið verður brúkt til hendan partin í kirkjuárinum, tí vit hugsa um Jesu komu. Adventssunnudagur er nýggjársdagur í kirkjuárinum, og adventstíðin fatar um fýra teir seinastu sunnudagarnar fyri jól. Teir tekstir, sum verða lisnir úr Bíbliuni í gudstænastuni í adventstíðini, siga frá Guds lyftum um ein frelsara, frá fyrijáttanini í Gamla Testamenti og um at vera til reiðar at møta frelsaranum. Orðafrágreiðing. Orðið er komið úr latíni í flestøll mál her um vegir; tað er stytting av "adventus domini" "koma Harrans", av fyrisetingini "ad" "at, til" og sagnorðinum "venire" "koma". Norrøna navnið á hesi fyrireikingartíð til jólini var "jólafasta" (jólaføst). Tá hevði fólk - sum føroyingar eisini til fyri stuttum - bindindi at bíða við jólahaldinum, til jólini komu. Orðið advent (eisini stavsett "atvent") hevur verið lagað at føroyskum framburðarreglum soleiðis, at sagt hevur verið annaðhvørt [advent] við stuttum a-ljóði sum eitt nú í orðinum alv ella [ead-/eatvent] við tvíljóðandi a sum í orðinum at. At siga [a:dvent] við longum óføroyskum [a:], sum nú hoyrist av øðrumhvørjum munni í útvarpi og sjónvarpi, er nýtt og man vera nýkomið úr donskum. Northwest Atlantic Fisheries Organization. Northwest Atlantic Fisheries Organization (stytt NAFO) er ein felagsskapur, ið stovnaður varð í 1978. Endamálið er at tryggja bestu gagnnýtslu og skynsama røkt av fiskatilfeinginum í útnyrðingspartinum av Atlantshavi. Føroyar er limur í NAFO. North East Altantic Fisheries Commission. NEAFC er stytting fyri North East Altantic Fisheries Commission. Henda nevnd varð stovnað í 1980 og hevur til endamáls 1) at geva upplýsingar um støðuna hjá fiskastovnunum í landnyrðingspartinum av Atlantshavi, 2) at koma við stýringstiltøkum, sum tryggja vernd og skynsama gagnnýtslu av hesum stovum og 3) at koma við tilmælum um verndartiltøk fyri stovnar, sum eru í altjóða sjógvi í hesum partinum av Atlantshavi. Føroyar er limur í NEAFC. Fyriskipanir um javningar og skilhaldsreglur fyri fiskiveiði, sum verða ásettar eftir millumlandssáttmálum, skulu samráðast við heimastýrið og samtykkjast av heimastýrinum, áðrenn tær verða settar í gildi fyri Føroyar. Gozo. Gozo (Maltiskt "Għawdex") er er næststørsta oyggj í Malta. Her búgva umleið 31 000 fólk. Hon hevur 16 smáar bygdir, sum eru bundnar saman við vegum og tunlum. Høvuðsstaðurin, Victoria (fyrr Rabat), liggur miðskeiðis á oynni. Hon er eisini størsti býur og hevur umleið 6500 íbúgvar. Gozo er umleið 67 ferðkilometrar til støddar (støddin er nakað sum á Manhattan í New York) og er tann oyggin, ið liggur longst vestur í Malta. Úr suðurendanum og norður eru 14 km., og har, sum hon er breiðast, er hon 7,25 km. Gozo er 67. størsta oyggj í Miðjarhavinum. Anna Faroe. Anna syngur í Roskilde í september 2010 Anna Nygaard, fødd 1. august 1991, eisini kend við listanavni hennara Anna Faroe, er ein føroysk songkvinna, sum gjørdist kend, tá hon luttók í donsku sangkappingini X Factor og endaði sum nummar 5. Lívsleið. Anna er fødd og uppvaksin í Føroyum. Hon flutti til Keypmannahavnar í Danmark summarið 2009. Hon gjørdist kend í 2010, tá hon luttók í donsku tónleikakappingini í sjónvarpinum hjá Danmarks Radio, X Factor. Anna kom víðari til endaumfarið har bert 9 sleppa við, 3 í hvørjum aldursbólki. Hon endaði á einum fimtaplássið. Fysta stakfløgan "Walking On Fire" kom út hin 3. mai 2010. Sangurin kom á 29. plássið á tí danska hittlistanum fyri stakløg hin 14. mai. Hin 31. mai 2010 kom fyrsta fløga hennara "Because I Want To". Fløvan kom á 11. pláss í tí danska albumlistan fyri fløvur (album) hin 11. juni, hon kom upp á eitt nýggjundapláss ta næstu vikuna og lá síðan á listanum í alt sjey vikur. Onnur stakfløga hennara varð "I Got This", henda kom út hin 28. juni. Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti. A-landsliðið hjá Føroyum, kvinnur, hava fleiri ferðir luttikið í altjóða kappingum. T.d. hava tær luttikið í EM undankapping 1995, 2009 og aftur til EM 2013. Í november 2012 avgjørdi FSF, at føroysku kvinnurnar skulu luttaka í HM 2015 undankapping. Endaspælið var í Kanada í 2015. Kvinnulandsliðið hevur eisini fleiri ferðir luttikið á Oyggjaleikum, har tær hava vunnið kappingina 3 ferðir, í 2001, 03 og 05, tær luttóku ikki í 07, 09 og 11. Føroyska A-landsliðið er saman við Álandi mest vinnandi liðið á Oyggjaleikunum. Áland vann í 2007, 09 og 2011. Fótbóltskappingarnar á Oyggjaleikunum eru ikki FIFA góðkendar kappingar. Fleiri ymiskir venjarar hava verið. Í september 2012 bleiv Jón Pauli Olsen høvuðsvenjari. Fyrst varð Rúni Nolsøe settur sum hjálparvenjari, men hann gavst eftir at hann gjørdist venjari hjá EB/Streymi, og so gjørdist Ingun Hansen nýggjur hjálparvenjari. Áðrenn tað var Álvur Hansen høvuðsvenjari í 11 ár. Í juni 2013 varð føroyska kvinnulandsliðið styrkismett sum nummar 67 í heiminum. HM 2015 - Føroyar spælt seg víðari í undankappingini. a> gjørdi 4 av 6 málum í HM undankappingini í Litava í apríl 2013. Í apríl 2013 luttók føroyska kvinnulandsliðið fyri fyrstu ferð til eina HM undankapping, ein "premliminary round", kappingin fór fram í Litava. Føroyar var í bólki B saman við Georgia, Litava og Montenegro. Føroyar vann tveir dystir og spældi ein dyst javnan. Liðið fekk 7 stig og vann klárt B bólkin. Tvey tey fremstu liðini komu víðari í hvørjum bólki, í B bólkinum vóru tað Føroyar við 7 stigum og Montenegro við 5 stigum, ið komu víðari. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt føroyskt landslið hevur spælt seg víðari í einari undankapping. Úrslitini í undankappingini vóru hesi: Føroyar - Montenegro 3-3, Heidi Sevdal gjørdi tvey mál og Íðunn Magnussen gjørdi eitt, dysturin varð leiktur 4. apríl. Hin 6. apríl spældi Føroyar móti Litava, Føroyar vann dystin 1-0, málið hjá Føroyum gjørdi Rannvá B. Andreassen. Hin 9. apríl spældu Føroyar móti Georgia. Føroyar vunnu dystin 2-1. Málini hjá Føroyum gjørdi Heidi Sevdal. Jón Pauli Olsen var venjari til hesa kapping, hjálparvenjari var Ingun Hansen. Javnleikir á heimavølli. Hin 5. apríl 2014 skrivaði føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti søgu, tá tær spældu javnt 1-1 móti Bosnia/Hersigovina á Tórsvølli. Hetta var fyrstu ferð tær fingu stig í einari HM-undankapping. Eyðvør Klakstein skroaði málið hjá Føroyum tá 78 minuttir vóru farnir. Hin 10. apríl 2014 leiktu Føroyar móti Norðurírlandi á Tórsvølli. Úrslitið gjørdist 0-0. Eftir dystin lógu Føroyar á einum deildum 4. plássi í bólki 4 við tveimum stigum saman við Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi. World Cup - Heimsmeistarakappingin. Føroysku kvinnurnar luttóku fyri fyrstu ferð í HM undankapping, sum varð í døgnum 4. - 9. apríl 2013. Føroyar komu í bólk saman við Georgia, Montenegro og vertunum Litava. Finalan varð í 2015. Hjálparvenjarar. Rúni Nolsøe Leikarar sum hava spælt flest landsdystir. Rannvá B. Andreasen er metleikari og hevur skorað flest mál. Leikarar við feitari skrift eru enn virknir leikarar, ið kunnu úttakast til landsliðið. Topskjúttar. Tríggir leikarar hava skorað tvey mál, átta leikarar hava skorað eitt mál í part. Yngsti málskjyttin hjá Føroyum er Mona Breckman, sum var 17 ár og 2 mánaðir, tá hon skoraði fyrst málið í einum altjóða skrásettum landsdysti. Hópurin. Hópurin ið varð úttikin til innleiðandi undankappingina til HM í fótbólti 2019. "Mál og dystir eru dagførdir 13. apríl 2017." Hjalti Bogason. Hjalti Bogason Støylen úr Havn er ein føroyskur sangari, sum gav sína fyrstu fløgu út bert 17 ára gamal. Fløgan eitur Jólini ljóma og er tikin upp í London á sumri 2012 í Angel Studio og kom út nakrar mánaðir seinni í Føroyum. Hjalti er sonur Boga Godtfred, journalist, og Ásu K. Isaksen, sjúkrarøktarfrøðing. Lívsleið. Hjalti fór at syngja í Dreingjakórinum undir Brúnni, tá hann var 6 ára gamal. Tað vóru Brita á Váli og Eli Smith, sum vóru kórleiðarar. Tá hann gavst í Dreingjakórinum undir Brúnni, fór hann at syngja við kóri hjá Tórshavnar Musikkskúla undir leiðslu av Joannu Johansen. Á sumri 2011 tók Hjalti skeið í sangi á London Music School. Jólini ljóma. Jólini ljóma er ein føroysk fløga, ein jólafløga, við útlendskum jólasangum, sum Hjalti Bogason syngur. Bogi Godtfred hevur umsett allar yrkingarnar til føroyskt. Allur tónleikurin er arrangeraður av Simon Hale. Malan Hansen syngur backing rødd á sangunum "Klokkurnar kærleiksfult ringja" og "Náttin ljós úr niðu trein". Mayafólkið. a> hava helst eini 50.000 fólk búð í býnum. Mayafólkið í Miðamerika var framkomið fólk og skapaði eina hámentan, sum var frá um 300 f.Kr. til um 1500. Mayar vóru fyrstu fólk í Amerika, sum gjørdu eina framkomna myndskrift. Teir skrivaðu bøkur, gjørdar av viði, ella ristu skrifteknini á veggirnar í gravkømrum, á bygningar og á súlur. Eftirlit við skriftskipanini hevði ein virðingarverd skrivarastætt. Hon hevði sínar egnu verndargugdar, ímillum teirra var Itzamma, skapanargudurin og tann navnframi gudurin, sum fann upp skrivikynstrið, og apumenniskjagudurin. Mayar vóru góðir stjørnu- og støddfrøðingar og gjørdu tveir álmanakkar. Annar var nágreinur ársálmanakki, 365 dagar og roknaður eftir ringrás jarðarinna um sólina. Hin ("Lang Teljingar Kalendarin") var 260 dagar, var halgur álmanakki og nýttur at spáa um framtíðina og at skeppa undan ólukku. Bara prestar, lærdir upp í stjørnuspáfrøði, kundu lesa hann, og fólk komu til teirra at leita sær ráð, tá ið okkurt serligt var, til dømis tá ið kona skuldi eig, ella onkur skuldi giftast. Var børn føtt ein dag, sum var sagdur ikki at vera eydnisdagur, var bíða við skírnardegnum til okun hepnari dag. Mayafólkið er kent fyri sítt skriftmál, sína list, arkitektur og ikki minst sína ótrúligu vitan um stjørnufrøði og støddfrøði. Mayaindiánararnir høvdu fleiri ymiskar kalendarar, men tann, sum hevur vakt slíka øsing ímillum fólk nú í 21. øld, er tann, sum er kallaður "Lang Teljingar Kalendarin". Í hesum kalendaraárinum eru 1.872.000 dagar – altso umleið 5.125 dagar í okkara rokning. Hetta "árið" nevndu mayararnir "Stóra Skiftið". Og hetta Stóra Skiftið, sum byrjaði 11. august 3114 f. Kr. endar tann 21. desember 2012. Átrúnaður. a> vísir høvur og hendur á einum Mayavaldsharra, umgyrdum av skriftteknum, sum siga frá tilburðum í lívi hansara. Átrúnaðarlig hátíðarhald høvdu týðandi leiklut í tilveru mayafólksins. Í mongum býarríkjum stýrdu bæði aðalsmenn og prestar. Bygningssniðið á tempulpýramidunum, sum vóru týdningarmestu bygningar í býnum, var kanska gjørt eftir templunum í Teotihucan. Oddamenninir í ríkinum vórðu ofta jarðaðir í teimum. Í 1950-árunum var funnin ein steinkista (sarkofak) við steinloki í innsiglistemplinum í Palenque. Í kistuni lá beinagrindin av einum manni. Beinagrindin var vundin í líkverju av bummull og skrýdd við skartlutum av játusteini og perlumóður, tað bar boð um tign og týdning hansara, meðan hann livdi. Sum fólkið í Tetohuacan og mongum øðrum latínamerikonskum mentanum, tilbóðu mayar gátuføra jaguarin ella kattargudin. Hjá mayafólkinum ráddi hann í undirheiminum og veitti teimum dirvi, sum fóru í bardaga. Mayar høvdu eisini mangar aðrar gudar. Teir trúðu, at teir kundu blíðka gudarnar, offraðu teir mannablóð. Fólk skóru seg sjálv, lótu blóðið renna í eitt ílat og bóru gudunum sum offrað. Blóðtøka var hildin at reinsa. Stundum vórðu mong menniskju dripin og løgd tætt við líkið av einum mætum manni, sum varð jarðaður í eini tempulpýramidu, so at andar teirra kundu fylgja honum hinumegin. Mayaríkið. a>, og teir dugdu væl at skipa sær samfelagið. Mayaríkið var mong fræls býarríki í Miðmeksiko. Copán, Palenque og Tikal, seinni Chicén Itzá og Uxmal, vóru ímillum tey máttmestu. Tá ið Mayaríkið var mætast úr 4. øld upp í 9. øld, røkk tað av slættlendinum á Yucatánnesi í Meksiko til regnskógin í Péten í Guatemala. Mayamentanin breiddi seg fyrst til láglendið miðskeiðis í Meksiko og haðan norður á Yucatánnes. Har norðuri blómaði hon upp í 16. øld. Teir bygdu borgir og steintempul, sum líktust pýramidum. Mayaindiánar dugdu væl at velta, og neyðugt var, at bøndurnir samstarvaðu. Skilagott var arbeiðslag teirra, teir veltu mest mais, bønir og graskar á teimum smáu dyrkaðu teigunum. Hvør býur hevði sín egna valdsharra og andligan miðdepil, har fólkið dýrkaði gudarnar, og menniskju vórðu offrað. Valdsharrirnir í býríkjunum lógu ofta í bardaga sínaámillum, og kríggjaðust teir um at taka fólk til fanga, sum teir offraðu til gudarnar at blíðka teir. Úr triðju øld og til uml. 800 e.Kr., framdi mayafólkið eina ovurstóra byggiverkætlan og bygdi stórar býir við tempulpýramidum, leikvøllum, borgum og almennum bygningum. Uttan um býirnar búðu mangir bøndur. Teir ruddaðu skógin og dyrkaðu grønmeti, tubbak, mais og kakao, og høvdu kalkunir og dunnur, umframt at teir høvdu býflugur í holaðum viðarbulum. Fólkið í bygdunum livdi av tí, sum jørðin gav, og seldi býarfólkunum mat. Mest var etið mais, men tey ótu eisini chilli, bønur og kjøtmat. Fruktir. Fruktir hava verið dyrkaðar í øldir, og nú á døgum verða fleiri mió. tons dyrkað um árið. Summar fruktir nevna vit misvísandi grønmeti, til dømis graskar og grønt pipar. Í báðum hesum fruktunum eru nógv fræ. Vit nevna ofta rabarbur frukt, hóast vit bara nýta leggin. Allar blómuplantur, frá lítla spógvagrasinum til stóra eikitræið, hava einaferð verið lítið fræ. Í frænum er føðsla til nýggju gróðrarplantuna. Fruktin er ílatið, har fræini liggja vard, til tey eru búgvin og kunnu verða spjadd við vindi ella dýrum. Bananir, appelsinir, melónir, tomatir og nøtir eru dømi um fruktir. Sólber, appelsinir og aðrar fruktir eru sunn føði, tí tær hava í sær nøgd av C-vitamin, ið er alneyðug fyri heilsuna. Nøt er ein turr frukt við hørðum fræskali og hevur eittans fræ. Eikifruktin akarn, bókafruktin aldin og heslifruktin heslinøt eru nøtir. Valnøt er av røttum steinfrukt og paranøt fræ. Steinfruktir eru sevjumiklar, ektaðar fruktir eins og ber. Men mótsett berum hava tær ikki mong fræ, men harðan stein, sum fræið liggur í. Kirsuber, blommur og kokusnøtir eru dømi um steinfruktir. Rossaber eru samansettar steinfruktir. Tað, vit eta av súreplinum, er sjálvur blómubotnurin. Súrepli er tí óektað frukt. Frægoymslan er inni í holdinum og er full av fræum. Perur og tyrniber eru vaksin á sama hátt. Tey verða nevnd kjarnafruktir. Fruktir verða nevndar eftir tí partinum í blómuni, ið búnast til høvuðspartin í fruktini. Ein ektað frukt búnast av kvennpørtunum, men í einari óektaðari frukt eru aðrir partar í blómuni eisini, til dømis blómubotnurin. Michelangelo. Michelangelo di Lodovico Buonarroti Simoni (6. mars 1475 – 18. februar 1564) var ein sera kringur og gávuríkur málari og myndhøggari. Hann varð føddur í Caprese á fjallinum La Verna í Italia. Standmynd hansara, "Dávid", er eitt tað vakrasta listaverki úr endurreisnartíðini. Øll vóru hugtikin, so væl og veruliga standmyndin lýsti styrki og vakurleiki. Myndahøggarar í endurreisnartíðini royndu at endurskapa rómverskt snið í myndunum. Nýggja vitanin um mannakroppin fekk Michelangelo at gera standmyndir, har sjálvt minstu smámunir í vøddum og liðum vórðu endurgivnir. Summir listamenn skóru eisini sundur lík, so teir betur skiltu, hvussu mannakroppurin virkaði. Sakaris Stórá. Sakaris Stórá (28. juli 1986) úr Skopun er ein føroyskur filmsleikstjóri. Í desember 2012 vann hann tað allarfyrstu almennu føroysku filmsvirðislønina, sum var latin. Virðislønin eitur Geytin, uppkallað eftir einum manni, sum varð nevndur Geytin, hesin maðurin ferðaðist kring oyggjarnar við filmum, sum hann so vísti í ymiskum bygdum. Tað var langt áðrenn fólk fingu sjónvarp. Sakaris hevur nomið sær filmslistarliga útbúgving í Noregi. Fyrst gekk hann eitt ár á film- og videolinjuni á Agder Folkehøgskole uttanfyri Kristiansand, síðan helt hann fram í tvey ár á Nordland Kunst- og Filmfagskole í Lofoten. Endaligi fráfaringarfilmur hansara á seinna skúlanum var "Passasjeren". Á sama skúla hevur Sakaris fyrr gjørt stuttfilmin "Ikaros". Sakaris var dagligur leiðari hjá Klippfisk frá august 2009 til mars 2010. Á heysti og vetri 2012 starvaðist hann sum lærari hjá Føroya Fólkaháskúla. Í 2014 var filmur hansara "Vetrarmorgun" boðin við til altjóða filmstevnuna í Berlin, sum var hildin í døgunum 6. til 16. februar 2014. Filmurin Vetrarmorgun var tilnevndur tríggjar heiðurslønir, og hann vann eina av teimum, nevniliga virðisløn, sum ein altjóða dómaranevnd dømdi, og var tað í bólkinum fyri stuttfilmar, á enskum verður virðislønin nevnd: The Special "Prize of the Generation 14plus International Jury". Virðislønin er 2.500 evrur, sum svarar til umleið 18.000 danskar krónur. Útbúgving. Orðið útbúgving verður vanliga nýtt um at fáa sær kunnleika í ávísum yrki og at gerast dugnaligur til ávíst lønt arbeiði. Handilsskúlarnir og teknisku skúlarnir taka sær av vinnulívsútbúgving, t.e. handils-, skrivstovu- og tøkniligari útbúgving. Flestar vinnulívsútbúgvingar skifta millum virkisstarvslæru og frálæru í skúla. Útbúgvingartíðin er vanliga 3-4 ár. Sjóvinnuútbúgvingar fáast í sjómansskúla og fiskivinnuskúla, og maskinútbúgvingar í maskinskúla. Eftir 10. flokk halda mong ung fram á 3-ára studentaskúla ella á 2-ára HF-skeiði. HF er "hægri fyrireiking". Studentar ella HF-næmingar fara ofta á Fróðskaparsetrið ella annan hægri lærustovn at lesa meiri. Lesturin varir vanliga 3-7 ár og endar við próvtøku. Í 1979 fekk Landsstýrið um hendi at umsita øll føroysk undirvísingarmál, og løgtingslóg um fólkaskúlan kom í gildi 1. august 1979. Lógin sigur m.a., at øll børn í undirvísingarskyldugum eiga ókeypis frálæru í fólkaskúlanum. Foreldrini síggja til, at børn í skúlaaldri fáa frálæru. Frálæra fæst í fólkaskúlanum ella á frískúla. Børn, sum eru skrivað inn í skúla, hava skúlaskyldu, t.e., tey skulu koma í skúlan og fylgja frálæruni. Tey skulu sýna sømiligan atburð og gera skúlasetningin. Skúlin skal geva næmingunum møguleika at ogna sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbering, at stuðla teimum seinni í lívinum. Veður. Veður er, hvussu veðurlagið er stutta tíð. Veðurlag er vanliga veðrið á víðum øki, alt eftir árstíðunum. Um okkara leiðir broytist veðrið mangan brádliga. Góðan sólardag kann hann brádliga loysa avfallið, ella myrk skýggj taka seg upp á luftina, og hann brennur á við illveðri. Stutt eftir kann vera ein skái ella stilli. Men í hitalondum er støðuveður í nógvar mánaðir. Har eru turrtíð og regntíð, men altíð heitt. Sólin ger veður um allan heim. Sólarhitin ger vind og ger vætu til guvu, sum verður skýggj og síðan avfall. Sólargeislarnir stava steyrrættir niður á miðkring, og tí verða geislarnir á hvørjum ferkilometri fleiri enn norðari og sunnari á jarðarknøttinum. Tí er heitast um miðkring. Sólarhitin er so nógvur, at uppi yvir oyðimørkini Sahara legst hitatám úr vatni, ið guvar burtur. Veðurfrøði. Veðurkort- Javntrýstlinjur binda saman støð við sama lufttrýsti.- Lágtrýst er øki við lægsta luftrýstinum.- Hátrýst er øki við hægsta luftrýstinum.- Reyðu hálvringarnir sýna útjarðaran á hitabrúgv, sum kemur.- Bláir tríhyrningar sýna útjaðaran á kuldabrúgv, sum kemur. Veðurfrøðingar eru vísindafólk, sum granska veðrið og "spáa", hvussu ið veðrið verður. Teir kanna vind, hita, skýggj og lufttrýst. Veðurmátingar verða tíðum goymdar at samanbera við í komandi tíðum. Fylgisveinar, ið ganga í rúmdini, taka myndir av jørðini, og hesar myndir hjálpa veðurfrøðingum í arbeiðinum at seta saman veðurforsøgn komandi fimm dagarnar. Men hóast nógva vitan og framkomna tøkini, so er veðrið náttúrumáttur, sum menniskjan einki ræði á. Veðurstøðir víða hvar í heiminum samstarva um veðurmátingar av skipum, úr flogførum og ómannaðum veðurstøðum á landi. Ómannað veðurstøð er átøk rimakassa á fýra høgum stuðlum. Nógvar ferðir um samdøgrið senda veðurstøðir ballónir við mátitólum og sendarum upp í loft at gera mátingar í luftini. Rúmdarfylgisveinar senda myndir niður á jørðina, og tær sýna skýggj, hátrýst, o.a. Veðurmátingar. Veðurstøðir í øllum londum samstarva sínaámillum um veðurkanningar og um mátingar úr fylgisveinum og ymiskum mátistøðum. Serútbúnar teldur spáa um veðrið og tekna veðurkort við veðurforsøgn fimm dagar fram. Forsøgn og veðurkort veða latin flogførum, skipum, dagbløðum, sjónvarps- og útvarpsstøðum. Veðurkort sigur, hvussu veðrið verður á víðum øki. Veðurkortið sýnir lufttrýst, hita- og kuldabrýr. Javntrýstlinjur ganga gjøgnum støð við sama lufttrýsti. Er stutt ímillum linjurnar, bendir alt á, at nógvur vindur er har á leið. Millumtjóða mátieindin fyri lufttrýst er hektopascal, sum hevur súmbolið hPa. Miðal lufttrýstið á jørðini er 1013 hPa. Gamla mátieindin millibar er tann sama sum hektopascal. Luciadagur. Luciadagur er 13. desember. Lucia er eitt italskt verndarhalgimenni, sum leið martýrdeyðan. Halgidagur hennara er 13. desember, sum í julianska kalendaranum var ársins styttsti dagur. Lucia hevur sín uppruna í latínska "lux", sum merkir ljós. Siðurin við Luciagongum stavar frá 1928, tá eitt svenskt blað kjósaði ársins Luciu Stockhólm. Í dag hevur hvør einasti býur í Svøríki sína egnu Luciu, og allar Luciaurnar luttaka í kapping um at verða ársins Lucia Svøríki. Í Svøríki hava tey tó hátíðarhildið Lucianáttina, ella Lussenatten, sum hon kallast, síðani 16-1700-talinum. Í Føroyum verður Lucia fagnað við gongum á skúlum, røktarheimum, í kirkjum og barnagørðum. Latín (mál). #REDIRECT Latínskt mál Hebreararbrævið. Hebrearabrævið er einasta brævið í N.T., ið slættis ikki hevur upplýsingar um høvundin. Í sambandi við kanónavmarkingarnar, so var Hebrearabrævið leingi uppi í teimum brøvunum, ið nógv varð kjakast um, júst tí at menn vístu ikki, hvør høvundur hevði skrivað tað. So við og við vann tann hugsan tó fram, sum kirkjan eystan fyri leingi hevði hildið, at Paulus var maðurin, ið skrivað hevði Hebrearabrævið. Mangur hevur tó ivast um hetta. Hóast líkskapur er ímillum Paulusar brøv og Hebrearabrævið, so tykist tó munur at vera. Víst verður tá til, at Paulus ongantíð kom fram sum hin ónevndi, og at mál og stílur líkjast frá Hebrearabrævinum, eisini at í frálæru hansara skorta fleiri av teimum táttum, ið eru í Hebrearabrævinum o.a. Er tað tá ikki Paulus, ið skrivað hevur Hebrearabrævið, hvør man tá hava skrivað? Longu í fornkirkjuni talaðu menn um, at Barnabas var høvundurin. Hann var hjálparmaður Paulusar og kunnigur í hugsan og læru Paulusar, og okkurt man vera í Hebrearabrævinum eftir Paulus. Her hevur Barnabas kanska verið millumgongurnaður. Og so var hann levitur, og man hava havt stóran áhuga fyri offurtænastuni í G.T., sum Hebrearabrævið ber vitnisburð um. Umframt hevði hann náðigávuna at áminna, sum nógv er virksom í Hebrearabrævinum. Men aðrar hugsanir eru eisini. Martin Luther helt til dømis, at Ápollus hevði skrivað Hebrearabrævið. Ápollus hevði eisini góðan kunnleika um Paulus. Í Áps. 18,24 verður hann nevndur sum a) jødi, b) úr Aleksandria, har Septuaginta varð til (og tað er júst Septuaginta, ið tikið verður burtur úr í Hebrearabrævinum) og c) hollan kunnleika viðvíkjandi skriftunum. Alt hetta hóskar væl um høvundin, sum skrivað hevur Hebrearabrævið. Hann má hava verið jødi og væl kendur við Septuaginta og eisini havt kunnleika um og innlit í G.T.. Eisini aðrir av hjálparmonnum Paulusar hava verið skotnir upp sum høvundar: Lukas, Silas, Akvila og Priskilla o.s.fr. Vit kunnu neyvan koma longri enn til tað úrslit, a) at Paulus sjálvur hevur skrivað Hebrearabrævið, men b) helst vorðið skrivað í einum Paulusarfylgi. Eru vit ikki nøgd við hetta tunnliga úrslit, kunnu vit ugga okkum við, at Origenes, kirkjufaðir, í 3. øld eftir gjølliga kanning varð noyddur at viðganga: "Hvør ið skrivað hevur Hebreararbrævið - tað veit bara Gud". Hebrearabrævið má verða vorðið til fyri ár 96, tí tá verður tikið upp eftir tí í 1. Klæmintsbrævi. Summi halda, at tað kanska er skrivað fyri ár 70, tá ið Jerúsalem varð oyddur, og templið lagt í oyði. Tað tykist, at templið enn var brúkt, tá ið brævíð varð skrivað (samb. 8,4; 9,8-9.25; 10,1-3; 13,10). Tað er tó eisini møguligt, at rithøvundurin ber fram próvgrundir sínar eftir, hvussu tempultænastan í G.T. er lýst, og hevur hann ikki fyrilit fyri støðuni, sum hon er í løtuni. Óivað er brævið skrivað onkuntíð í SO-árunurn. Tað er støðan hjá hebreum, ið er tann veruliga atvoldin til, at brævið varð skrivað. Vit fáa at vita, at tey hava tikið við trúgv, eftir at evangeliið í fyrstuni varð boðað, og at tey hava fingið fastan andligan grundvøll at standa á, eisini at tey vóru fús at tola líðingar fyri gleðiboðskapin. Mangt bendir tó á, at tey vóru um at falla í fátt. Siðafrøði. Siðafrøði fæst við spurningar um virði, um rætt og skeivt, gott og ilt, um ábyrgd og skyldur. Etikkur er grikska orðið og moralur latínska orðið fyri tí, vit á føroyskum kalla siðafrøði ella siðalæra, og sum í stuttum kann sigast at merkja: "hjálp til at velja røttu atferðina". Áleikandi menniskjuligir meginspurningar verða viðgjørdir í hugtakinum siðafrøði, kanska betur kent undir fremmandaorðunum etikkur og moralur. Summastaðni verður skynað ímillum etikk og moral, so at etikkur merkir tað ástøðiliga grundarlagið, og moralur sipar til gerðir, men í roynd og veru er eingin munur. Í dagligari talu kunnu vit um ymisk evni siga: "Tað vil eg ikki". "Soleiðis haldi eg bara". Ella "Hjá mær er tað soleiðis". Tað kann vera ein gjøgnumhugsað støðulakan, sum vit sjálvandi ikki hava stundir at greina út í æsir í vanligum samrøðum. Men tað kann eisini vera ein fordómur (ein dómur, tú hevur felt frammanundan, tú hevur ikki kannað evnið ella tikið støðu til tað), og tá er siðafrøðin eitt amboð at fara aftur um fordómarnar og greina og grundgeva fyri tí, vit halda og vilja. Ætlanin við tí at siga, at siðfrøði er hjálp til at velja røttu atferðina, er at vísa á, at í siðfrøði eru allir spurningar ósvaraðir spurningar, og allar loysnir fyribilsloysnir. Orðið hjálp skal vísa á, at annað er enn tað, vit taka úr okkara egnu hugaheimi og úr okkara egnu vitsku og vitan, sum eigur at vera tikið við, tá ið eitt mál verður viðgjørt. Outlet-miðstøð. Ein outlet-miðstøð er ein røð av handlum, har man selir vørur av ymsum slag og merkjum, sum eru útgingin og ikki verða framleidd meira. Hesar vørur verða seldar við stórum avsláttri og fáast best í sonevndum outlet-handlum, meðan tær ikki fáast í vanligu handlunum. Grindadráp. Bátar reka eina grind inn eftir Vágsfirði í august 2012. Grind er dripin í Føroyum síðan landnámstíð. Blásturongul verður í dag nýttur í staðin fyri sóknarongul. Grindadráp í Føroyum hava óivað verið løgfest líka frá fyrstantíð. Øll mannagongdin í eini grind hevur enn á døgum støði í hinum gomlu norsku landslógunum, serliga hini Eldru Gulatingslógini, seinni Yngru Gulatingslógini, til Landslóg Magnusar Hákunarsonar Lógbøtara tók yvir í 1271. Longu tá hava eftir øllum at døma verið føroyskar serlógir fyri landbúnaðarviðurskifti, og tað sæst aftur í hini føroysku serlógini Seyðabrævinum frá 1298, ið eitt nú eisini snýr seg um hvalaveiði. Seinni kom Norska Lóg Kristjans fjórða í 1604, síðan Norska Lóg Kristjans fimta í 1688. Hesar lógir vóru í gildi til 1832, tá ið grindakunngerðin gjørdist føroysk serlóg. Serlógin er síðan endurskoðað og lagað til samfelagsmenningina í árunum 1857, 1872, 1909, 1940, 1955, 1986, 1993, 1995, 1998 og 2013. Allar lógir og kunngerðir eru savnaðar í einum bóklingi frá ár 2000: "Hvalir og grind. Hvat sigur lógin? Eitt kunngerðar- og lógarsavn". Í útgrevstrum úr víkingaøld eru grindaleivdir funnin, og prógvar hetta, at norðbúgvar hava dripið grind, síðan teir komu higar og settu búgv um ár 800. Dentur skal verða lagdur á, at føroyingar enn á døgum ikki drepa grind til vinnulig endamál. Øll kunnu fara í grind, óansæð hvør borgarliga vinna teirra enn er. Tó krevur grindalógin frá 2013 í §18, at tann ið avlívar hval, skal hava: sitat: "luttikið á skeiði, har hann fær kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseyðkenni og lóggávuna um hvalaveiðu." Føroyingar fara í grind við tí føroyska árabátinum ella maskinbátinum, sum teir vanliga fara til útróður við. Eisini er vert at hava í huga, at grind í øllum grindaumdømum síðan fyrst í 19. øld verður býtt javnt eftir, hvussu stór húskini eru. Heldur ikki verður grindin viðgjørd á virki við handilsligum endamáli, men alt verður hagreitt heima við hús, annaðhvørt nýtt beinleiðis í sjálvum húsarhaldinum ella lakasaltað til døgurðamat hjá langfaraskipum. Eingin árlig kvotuveiða er, heldur eingin avmarking, hvussu nógv grind skal verða dripin, men tá ið sýslumaðurin heldur, at nóg nógv grind er dripin eina ávísa tíð eitt ávíst stað, ber tað til at seta forboð fyri at drepa grind í einum grindaumdømi. Men tað ber eisini til at bjóða øðrum grindaumdømum grindina, har longur er ímillum grindirnar, og teimum tí trýtur grind. Hesi grindaumdømi skulu tá gjalda tær útreiðslur, sum standast av drápinum, til dømis at rudda upp eftir drápið. Tey góðu grindaárini er vanligt at seta forboð fyri at drepa grind í einum grindaumdømi. Í góðum grindaárum kann forboð setast fyri at drepa grind í upp móti helminginum av grindaumdømunum frá 14 døgum upp í eitt hálvt ár. Grindahvalur hevur allar tíðir verið virðismikið tilfeingi til matna hjá føroyingum, umframt til ljós og hita og annað mangt fyrr í tíðini Døglingalýsi var eisini nýtt til útvortis viðgerð av t.d. forkølilsi og øðrum sjúkum. Í trongum tíðum hevur hvalur verið bjargingin hjá mongum húsarhaldi. Tað hevur verið umráðandi at fáa hetta tilfeingið til høldar. Djóravernd. Veiði- og drápshátturin hevur lagað seg eftir teimum verandi umstøðunum fyri at fáa sum mest burturúr, men tað var eisini hugsað um, at alt skuldi ganga skjótt og ruddiliga fyri seg ella við øðrum orðum, at hugsað varð um dýravernd. Tað eru stórar broytingar farnar fram viðvíkjandi grindadrápi. Hesar broytingar kunnu best verða lýstar við ásetingunum í lógini um vernd av dýrum: Um viðferð, § 1, her undir um flutning, § 17, og um avlíving av dýrum, § 8. Sinterklaas. Sinterklaas [sɪntər'klaːs] (ella meira formelt "Sint Nicolaas" ella "Sint Nikolaas"; Saint "Nicolas" á fronskum; "Sankt Nikolaus" á týskum) er ein siðsøguligur (traditionellur) vetrarferiufigurur, ið enn verður hátíðarhildin í Niðurlondum (Hálandi) og Belgia, og eisini í franska Flandern og Artois. Hann er eisini vælkendur í teim fyrrverandi hálendsku hjálondunum, eitt nú Aruba, Surinam, Curaçao, Bonaire og Indonesia. Hann er høvuðsupphavskeldan til norðuramerikanska jólamannin Santa Claus, og harvið eisini til føroyska jólamannin vit kenna í dag. Hóast hann vanliga verður nevndur Sinterklaas (Santa Niklas ella Santa Klávus), er hann eisini kendur sum De Goedheiligman (Tann góði heilagmaðurin), Sint Nicolaas [sɪnt 'nikolaːs] (Sankta Niklas) ella bara sum De Sint (Halgimennið). Hann verður hátíðarhildin niklasarmessuaftan (5. desember) í Niðurlondum (Hálandi) ella niklasarmessumorgun (6. desember) í Belgia og Norðurfrankaríki. Upprunaliga varð hátíðarhaldið hildið fyri sjálvan navnadagin hjá Sankta Niklasi – ið er verndarhalgimenni hjá m.ø. børnum, sjómonnum, og býnum Amsterdam. At hetta er ein rómversk-katólsk hátíð sæst av landafrøðiligu útbreiðsluni av hesum hátíðarhaldi, og á biskupsheitinum hjá Sint Nicholas. Nærskyldir figurar eru eisini kendir í týskmælta partinum av Europa og økjum, ið søguliga hava verið fyri týskari ávirkan, íroknað Sveis ("Samichlaus"), Týskland og Eysturríki ("Sankt Nikolaus"); økið Suðurtyrol í Italia; Nord-Pas de Calais, Alsace og Lorraine í Frankaríki – eins og í Luksemburg ("De Kleeschen"), pørtum av Miðeuropa og á Balkan. Fyri-kristna Europa. • Sinterklaas ríðir á húsatekjunum á sínum hvíta hesti, ið hevur ymisk nøvn; Óðin ríður á luftini á sínum gráa hesti Sleipni • Sinterklaas ber stav og hevur skálkaligar hjálparar við svørtum andlitum; Óðin hevur spjót og svartar ravnar sum eyðkenni. Miðøldin. a>. Santa Niklas er høvuðs verndarhalgimenni í Niðurlondum. Upprunaliga var sinterklaas-hátíðin hildin navnadagin 6. desember, nevndur niklasarmessa, til minnis um Santa Nikolaus frá Myra (270-242), verndarhalgimenni hjá børnum. Sankta Niklas var ein grikskur biskupur í Myra í Lykia í núverandi Turkalandi. Í 1087 vórðu leivdirnar av honum loyniliga fluttar til Bari í Landsynningsitalia; av hesum er hann eisini kendur sum Nikolaos av Bari. Bari gjørdist seinni partur av spanska Kongsdømi Napoli, tí hann varð hertikin av Alfonso V av Aragon í 1442. Býurin gjørdist soleiðis partur av Kongsdøminum Aragon og seinni av Spania, fram til 18’du øld. Av tí at leivdirnar av Sankta Niklas vóru í Bari (ið sostatt tá var ein spanskur býur), vil siðsøgan (traditiónin) vera við, at Sankta Niklas er úr Spania, og hevur ein svartan knekt (hjálpara) avmyndaður sum ein Morisco (móriskur trúarskiftingur). Sankta Niklas er vælkendur í spania sum verndarhalgimenni hjá sjómonnum, helst tí er tað, at Sankta Niklas kemur úr Spania til Niðurlond í einum dampskipi. Sankta Niklas gjørdist víðagitin um alt Europa. Tann vesturrómverska katólska kirkjan gjørdi navnadag hansara til ein kirkjuligan halgidag. Í Norðurfrankaríki gjørdist hann verndarhalgimenni hjá skúlabørnum, ið tá í mestan mun gingu í kirkjuskúlar. Tann fólksliga hátíðin kyknaði eisini upp í miðøldini. Í fyrstuni valdu næmingarnir ein ið skuldi vera ”biskupur” á niklasarmessu, ið skuldi ráða fram til 28. desember (Innocents Day – Barnadagin). Stundum spældu tey hendingar frá lívi biskupsins og tá hátíðarhaldið kom út á gøturnar, gjørdist tað so við og við lívligari. Sinterklaas fær hjálp frá nógvum skálkaligum hjálparum við svørtum andlitum og íklæddir litrík mórisk klæðir. Hesir hjálparar verða róptir ’Zwarte Pieten’ (svartir piddar). Í miðøldini var Zwarte Piet eitt heiti fyri ’tað ónda’. Hóast figururin Svarti Piddi seinni fekk álagdan rasurelateraðar eginleikar, so var upprunin ein óndur figurur. Gott og ónt spæla ein týdningarmiklan leiklut í hátíðarhaldinum á niklasarmessu; tað góða verður lønt við góðum, tað ónda verður revsað. Harav tvíleikin har sami halgi maður er bæði eitt halgimenni og ein kátur devul. Niklasarmessuhátíðin var bæði eitt høvi til at hjálpa teim fátæku, við at koyra pengar í skógvar teirra (ið seinni bleiv til at koyra gávur í skógvar hjá børnum) og hinvegin ein ótálmað fest, lík karnivali, har fólk fór í kostumur (leikbúnar) og kollveltu gerandisdagin og drukku seg full. 16’da og 17’da øld. Eftir at teir 17 hálendsku landslutirnir høvdu gjørt uppreistur móti Spanska heimsveldinum (Imperiinum), avgjørdu calvinistiskir valdsharrar og prestar at banna hátíðarhaldinum av halgimenninum Niklasi. Lýðveldið av Sameindu Landslutunum bleiv offisielt eitt protestantiskt land eftir reformatiónina, og tess stjórnir bannaðu almennum hátíðum. Suðurøkið var tó verandi katólskt, og fólkið har suðri, saman við katólskum studentum í Amsterdam mótmæltu. Stjórnin bakkaði og loyvdi hátíðarhaldinum treytað av at tað varð hildið innanfyri familjuna. 19’da øld. Í 19’du øld kom Sinterklaas aftur í ljósmála, hesaferð sum eitt meira verðsligt (sekulert) halgimenni. Tann nýmótans siðvenjan við Sinterklaashaldinum sum ein barnafest varð væl og virðiliga staðfest við myndprýddu barnabókini Sint Nicolaas en zijn knecht (Sankta Niklas og hjálpari hansara), skrivað í 1850 av læraranum Jan Schenkman (1806–1863). Summi siga at hann var tann ið kom við myndini av hvussu Sinterklaas leggur gávur við kaminuna, og ríður yvir húsatekjum á gráum hesti, og hvussu hann kemur úr Spania við dampskipi, helst tí at hann søguliga eisini er høvuðs verndarhalgimenni hjá sjómonnum. Schenkman kom eisini við sanginum Zie ginds komt de stoomboot ("Hygg har yviri kemur dampskipið"), ið enn er vælumtóktur í Niðurlondum. Ein líknandi siður hevur tikið seg upp í Føroyum har jólamenn nú koma til landið við føroyskari slupp. Í Schenkman’sa útgávu vórðu miðaldar argaligu devlarnir, ið seinni broyttust til eysturlendskar ella móriskar hjálparar, fyrstu ferð avmyndaðir sum ein svartur afrikanari róptur Zwarte Piet (Svarti Piddi). Hann er ein nekaradrongur ið fylgist við Sinterklaas og hjálpir honum á ferðini (helst íkomið av hálendsku royndunum sum hjálandaveldi, ella av mórisku hertøkuna av katólska høvuðslandinum Spania). Upprunaliga hevði Sinterklaas bara ein hjálpara, ið varð nevdur fleiri ymisk nøvn. ”Piet(er)” navnið ið nú verður nýtt, kann sporast aftur til eina bók frá 1891. Seinni veraldarbardagi. Undir krígnum tá Niðurlond vóru hersett av týskarum, kom Sinterklaas ikki bert fyri at ugga børnini, men tey vaksnu við. Nógvir av siðbundnu Sinterklaas rímunum skrivaðar í hesum tíðarskeiði, snúðu seg um samtíðar hendingar. T.d. bleiv bretska flogvápnið RAF ofta lovprísað, og givið leiklutin sum Sinterklaas ið kastaði gávur niður yvir Niðurlond, men bumbur (revsing) niður yvir Týskland. Upprunaliga hevði Sinterklaas bara fylgi av einum (onkuntíð tveimum) Zwarte Pieten, men beint eftir frígeringina av Niðurlondum, skipaðu kanadiskir hermenn fyri eini Sinterklaasfest við nógvum Zwarte Pieten, og síðan hevur hetta verið siðvenjan, har hvør Pieti vanliga hevur sína seruppgávu. 20’da og 21’da øld. Sinterklaas (Sankta Niklas) verður hvørt ár hátíðarhildin í Niðurlondum á Niklasarmessu 5 og 6 desember, m.a. við skrúðgongu har Sinterklaas (hálendski jólamaðurin) og hjálpari hansara Zwarte Piet (Svarti Piddi) koma við gávum. Sinterklaas (Sankta Niklas) verður hvørt ár hátíðarhildin í Niðurlondum á Niklasarmessu 5 og 6 desember, m.a. við skrúðgongu har Sinterklaas (hálendski Koma Sinterklaas’ar til ymsu býirnar er vorðin ein stórhending og verður send í almenna sjónvarpinum. Nógv fólk lata seg í sum Zwarte Pieten í ymsum býum kring Niðurlond. Vanliga verða andlit teirra litaði svørt, tí Zwarte Piet er ein spanskur (móriskur) hjálpari hjá Sinterklaas (hóast summi fólk siga at Zwarte Piet upprunaliga var ein trælur ið Sinterklaas leyskeypti, og sum tøkk fyri tað, var hann verandi hjá Sinterklaas sum hansara hjálpari). Í dag verður forkláringin uppá svarta andlitið stundum meira politiskt korrekt søgd at vera ”frá svartari sót”, tí Piddi noyðist at klúgva gjøgnum skorsteinin fyri at lata gávurnar. Í Niðurlondum gjørdist Niklasmessuaftan 5 desember, meginhøvið til at geva gávur í jólatíðini. Kvøldið verður kallað Sinterklaasavond ella Pakjesavond. Hálensk og belgisk børn seta vanliga ein skógv framman fyri kaminuna frá tí at Sinterklaas kemur til niðurlondini, vanliga í triðju viku í november. Tey singja Sinterklaassangir og fara síðan í song. Vanliga verður ein gularót og/ella hoyggj, eitt súrepli o.l. løgd í skógvin, sum gáva til hestin hjá Sinterklaas. Næsta morgun er gularótin vekk og børnini finna góðgæti ella smáar gávur í sínum skógvi. Børnini koyra eisini tekningar tið tey hava gjørt til Sinterklaas í skógvin. Í húsum har ongin kamina og eldstaður er, verður skógvur settur við bakdyrnar; forkláringin er at Sinterklaas hevur ein lykil ið passar í øll lyklarhol. Um kvøldi 5. desember ”pakjesavond” (pakkaaftan) koma størstu gávupakkarnir, ella man finnur ein lepa ið greiður frá hvar í húsinum Zwarte Piet hevur krógvað gávurnar í einum hessian sekki. Hjá summum familjum er tað ein granni ið bankar á dyrnar og letur sekkin standa uttanfyri til børnini at finna. Tá gávurnar eru funnar, verða tær lagdar í stovuna, sum vanligt er við jólagávum eisini. 6. desember fer Sinterklaas avstað aftur uttan nakað hóvasták, og festin er liðug. Í Belgia mugu børnini bíða til um morgunin 6 desember at fáa gávurnar, og her er Sinterklaas mett sum ein barnafest nærum burturav, ið tekur plássið hjá jólunum til gávugeving til børnini, so leingi tey búgva heima. Eisini er vanligt, at tá børn skulu avleggja suttuna, so verður suttan koyrd í skógvin, til Sinterklaas at goyma, og so er suttan skift út við sjokolátu næsta morgun. wat hij nou Wolfmann zou schenken" Tá børnini gerast gomul nokk til at finna útav ”loyndarmálinum við Sinterklaas” (hann finst ikki í veruleikanum), skifta summar familjur til jólaaftan ella jóladag til gávugeving Sinterklaas. Sinterklaas er ein eldri, hábærsligur og álvarsamur maður, hvíthærdur við síðum skeggi. Hann er ílatin síðan reyðan kappa ella messuakul uttaná siðbundnari hvítari messustúku og viðhvørt reyðari skikkju, íklæðir seg reyða biskupshúgvu og ber gyltan bispastav, ein langan siðbundnan fjallstav við skrýddum krúllutum knappi, í hendi og ber eisini ring við rubinreyðum steini. Hann ber eisini ta stóru Sankta Niklas bókina ið sigur frá hvussu hvørt einstakt barn hevur háttað (skikkað) sær í árinum sum fór. Vanliga ríður hann á gráum hesti. Zwarte Piet. Sinterklaas og Zwarte Piet (Svarti Piddi) í Spania. Ein Zwarte Piet (Svarti Piddi, fleirtal Zwarte Pieten) er ein tænari hjá Sinterklaas, vanliga ein unglingi við svørtum andliti og svørtum krúllutum hári, ílatin sum ein ørindadrongur frá 17’du øld, í litríkum búna, ofta við blondukraga, og ílatin fjøðurskrýdda húgvu. Sinterklaas og hansara Svarti Piddi bera vanliga ein sekk ið inniheldur góðgæti fyri skikkilig børn og ein ’roe’, ein skorsteinskust gjørdan av pílagreinum, ið verður brúktur at fleingja óskikkilig børn við. Summir eldri Sinterklaassangir siga frá óskikkiligum børnum ið vórðu koyrd í sekkin og tikin við aftur til Spania. Svørtu Piddarnir tveita góðgæti runt, ein siðvenja ið ætlandi stavar frá søguni um Sankta Niklas ið bjargaði trimum gentum frá skøkjulevnaði við at tveita gullmyntir ígjøgnum vindeygað hjá teimum um náttina, fyri at gjalda skuld pápa teirra. Ymsar frágreiðingar eru um upprunan til hesar hjálparir. Elsta frágreiðingin er at hjálparnir ímynda báðar ravnarnar Hugin og Munin ið góvu Óðini boð um hvat fyrifórst í heiminum. Í seinni frágreiðingum ímynda hjálparnir ein uppgávusinnaðan devul. Devilin hevur tapt fyri antin Óðini ella hjálpara hansara Nørva, svarti faðirin at náttini. Nørvi er vanliga avmyndaður við sama birkistavi (hálendskt ”roe”) sum Zwarte Piet. Einn onnur meira nýmótans frágreiðing er at Sankta Niklas fríðaði ein etiopiskan træladrong nevndur ’Pieter’ (av Sankta Pætur) á einum marknaði í Myra, og drongurin var so takksamur, at hann avgjørdi at vera verandi hjá Sankta Niklasi sum hansara hjálpari. Svørtu Piddarnir hava umleið sama samband við tann hálendska Sankta Niklas ið vættrarnar hava við amerikanska Santa Claus (jólamannin). Sambært søgnini hevur halgimennið ein Pidda til hvørt høvi, tað eru siglingarpiddar (”wegwijspiet”) at halda kósina hjá dampskipinum frá Spania til Niðurlond, og kringir Piddar at klúgva uppá tekjurnar at koyra gávurnar niður gjøgnum skorsteinin, ella klúgva niður gjøgnum sjálva kaminuna, o.s.fr. Við floyminum av útlendskum innflytarum til Niðurlond, ið byrjaði seinast í 1950’unum, er Zwarte Piet vorðin rasistiskur hjá summum. Nú á døgum eru Zwarte Pieten vorðnir meira nýmótans hjálparar, og foreldur fortelja ofta teirra børnum, at Piddarnir hava svørt andlit, tí teir klúgva niður í skitnar sótutar skorsteinar. Men henda nýggja variatiónin av siðvenjuni er blivin kritiserað av útlagnum og lokalum fólki sum verandi ein ”krógvisøga” (cover story) tí hon forklárar ikki tað krúlluta, svarta hárið og stóru reyðu varrarnar. Árið 2011 var ”Minnigarhald trælahaldsins” í Niðurlondum, og kyndi hetta uppaftur meir undir mótsetningarnar og mótmælini móti Zwarte Piet. Koma (ankoma) og uppruni. Legg á skikkju best tú kann Hesin tekstur ið var á einum smáriti ið John Pintard gav út í New York í 1810, er elsta keldan ið forbindur Spania við Sinterklaas. Pintard ynskti at fáa St. Nicholas (Sankta Niklas) til verndarhalgimenni hjá býnum New York, og vónaði at seta í gongd eina Sinterklassfest í býnum. Sannsýnligvís fekk hann hjálp frá lokala hálendska samfelagnum í New York, ið góvu honum hálendsku útgávuna av yrkingini. Strengt tikið sigur yrkingin ikki at Sinterklaas kemur úr Spania, men at hann noyðist at fara til Spania eftir appelsinum (oranjum) og granatsúreplum. So leinkið ímillum Sinterklaas og Spania gongur gjøgnum appelsinir, ein vælumtókt frukt í 19’du øld. Seinni hvarv sambandið við appelsinirnar, go Spania gjørdist heimlandið hjá honum. Við komuna (ankomuna) er skrúðgonga har Sinterklaas 'marsjerar' gjøgnum gøturnar á gráa hesti sínum amerigo, heilsaður vælkomin av syngjandi børnum. Í Belgia eitur hesturin Slecht Weer Vandaag, ið merkir Ringt veður í dag’. Henda hending verður send beinleiðis í almennum sjónvarpi í Niðurlondum og Belgia. Hjálparar hansara, Svørtu Piddarnir, tveita góðgæti og smáar, rundar, ingiferskakulíknandi smákakur, antin ”kruidnoten” ella ”pepernoten” inn í mannamúgvuna. Børnini syngja siðvandar Sinterklaassangir. Sinterklaas vitjar skúlar, sjúkrahús og sølumiðstøðir. Eftir hesa komu (ankomu) hátíðarhalda allir býir ið hava eina dokk (ella atløgubryggju), teirra egna "intocht van Sinterklaas" (koman hjá Sinterklaas). Lokalu komurnar verða vanliga hildnar seinni sama leygardag sum almenna koman, sunnudagin eftir, ella næst viskuskiftið eftir almenna hátíðarhaldið. Á støðum har ið bátur ikki kann koma, kemur Sinterklaas við toki, á hestbaki, ella enntá rossavogni ella fire truck. Sinterklaas, Santa Claus, og jólini. Sinterklaas er grundarlagið undir norðuramerikanska figurinum Santa Claus, og sostatt eisini føroyska jólamanninum. Tað sigst at undir frælsisstríðnum endurskaptu íbúgvarnir í New York, ein fyrrverandi hálendsk koloni New Amsterdam, teirra Sinterklaas siðvenju, tí Sankta Nicholas var ein ímynd av hálendsku (ikki-ensku) fortíðina hjá býnum. Navnið Santa Claus kemur ætlandi av einum eldri hálendskum Sinter Klaas. Tó, so var Saint Nicholas Society ikki stovnað fyrr enn í 1835, næstan eina hálva øld eftir frælsisstríðið. Hóast hálendska siðvenjan við Sinterklaas helst hvarv í New York, so kom St.Nicholas framaftur í bókini A History of New York, har rithøvundurin, Washington Irving, í dreymi letur St. Nicholas sveimar omanfyri trætoppunum í einum flúgvandi vogni – eitt uppfinnilsi, ið onnur seinni brúktu til Santa Claus. Hesin Santa Claus, kom aftur - frítikin fyri biskupstignina og kirkjubandið – via Ongland og seinni Týskland, til restina av Europa, sum ’jólamaðurin’. Undir trúbótini (reformatiónini) í 16’du og 17’du øld í Europa, broyttu nógvir protestantar gávugeva frá Sinterklaas til ’Kristusbarnið’ (Christkindl). Í tráð við hetta, bleiv dagurin har gávur vórðu givnar, fluttur frá 5. ella 6. desember, til jólaaftan. Stjørnuspá. Stjørnuspá (astrologi) fæst við at vísa á samband ímillum stjørnurnar og mannalagnur. Í vikubløðum standa t.d. horoskop. Tey, sum eru fødd millum 21. mars og 20. apríl, eru til dømis veðrar og kunnu undir hesum stjørnumerki lesa, hvussu teimum fer at gangast. Stjørnuspá er ikki vísindi, men pátrúgv og undirhald. Ezekiel. Ezekiel (hebráiskt יְחֶזְקֵאל) verður nevndur í Bíbliuni, Toraini og Koranini sum ein stórur profetur. Hann var ungur prestur, sum ivaleyst visti um alt tað, ið viðvíkti templi og gudstænastu. Ezekiel var ein av teimum mongu herleiddu, sum í árinum 597 f.Kr. noyddist í útlegd. Í Bábel slapp hann at búseta seg nær Kebaránni. Har varð hann kallaður til profet. Ezekiel fekk ikki sum Jesaja og Jeremia høvi at tala til alt fólkið, heldur ikki til valdsharrar teirra. Virksemi hansara var avmarkað, so at hann starvaði ímillum ísraelsmenn í útlegdini, pínslarfelagar sínar. Hann var teimum talari og sálarhirði av Guds náði. Í fyrstuni var fólkið tvørlynt og líkasælt. Men so við og við rann upp fyri mongum, at profetur var teirra millum. Virðingin fyri honum tók at vaksa. Oyðing Jerúsalems í 586 f.Kr. skilur virksemi hansara í tvey skilti, ið bera ymiskan dám. Fyri ræðuligu vanlukkuna boðaði hann treystliga og inniliga fólkinum, at Jerúsalem fór at verða lagdur í oyði. Harðari enn nakar annar profetur undan honum, dømdi hann fólk sítt. Men tá ið Jerúsalem fall, blíðkaðist boðskapurin. Tá ið alt tókist vónleyst, kunngjørdi hann fólkinum endurreisn Ísraels. Ezekielsbók. Ezekielsbók er bókmentaliga betur løgd úr hondum og betur tíðarskipað enn nøkur onnur profetabók. Opinberingarnar, Ezekiel fekk, eru nágreiniliga tíðarfestar. Tað, ið eyðkenni Ezekielsbók, eru tær mongu Iøgnu sjónir, myndir og tekin, ið ofta eru torfør at týða. Við tokka ber hann saman fólk sítt og lond við eitt fólk, eitt djór, eina plantu ella okkurt annað. Hann fæst eisini vanliga við mát og við tøl. Høvuðssjónarmið. 1. Profeturin verður kallaður: 1.-3. kap. Alt virki hansara byrjar við, at hann í eini sjón sær dýrd Harrans. Tað er eisini tað eyðkendasta við hesi bók, at hon á ymissan hátt lýsir dýrd Harrans, veldi og tign. Síðan kemur sjálvt kallið, har sagt verður frá a) boðskapinum, b) útbúgvingini, c) ábyrgdini og d) fyrisetninginum. Í hesi aganartalu leggur Ezekiel dent á meginreglurnar fyri tí guddómligu afturlønarskipan - at ein og hvør fær løn samsvarandi gerningum sínum. At dentur júst verður lagdur á ábyrgd hins einstaka fyri egna lívi sínum er eyðsýnt fyri Ezekielsbók. a) Hon byrjar við dómi yvir fólkið. Hesin partur líkist Jesaja 13-23 og Jeremia 46-51. Hetta hoyrir veruliga upp í dómsbókina, men dómurin yvir fólkið er samstundis inngangurin til endurreisn fólksins. b) Hann kemur frá Harranum sjálvum. Her verður m.a. sagt, hvussu Harrin skal a) senda rætta hirðan, b) savna sundurspjadda fólk sítt og c) lata lív koma aftur í deyðu beinini. Sagt verður eisini frá, hvussu hann skal bjarga fólki sínum frá undirgangi, tá ið Gog og Magog herja á. Tað er sjálvsagt, at henda endurreisingarlýsingin ber longur enn at heimkomuni úr Bábylon. Hetta eyðkennir uppaftur meira teir seinastu kapitlarnar hjá Ezekieli. c) Guds ríki verður fullkomið. Tað fólk, ið mist hevur land sítt og sæð bý sín verða oyddan og tempul sítt verða lagt í oyði, skal fáa alt aftur dýrdarfylgri og ríkari enn áður. Í hesum parti verður talað um ein nýggjan bý, nýtt land, men fremst av øllum eitt nýtt tempul við einari nýggjari tempultænastu haðan ganga "tvífaldir streymar", og "alt fær lív, har ið hesir streymar floyma". Serstakliga Jóhannesar opinbering leggur seg upp at sjónum Ezekiels; eisini hon rennur út í at lýsa hin nýggin staðin, sum steig niður av himni búgvin sum brúður, ið er skrýdd fyri mánni sínum. Ezekielsbók endar við at nevna navn býarins: "Harrin er har”, og Opinberingin sigur, at "Gud sjálvur skal vera hjá teimum, og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra". Tá eru eisini dýrdarríku framtíðarsjónir Ezekiels fullbúnar. Opinbering Jóhannesar. Opinbering Jóhannesar (á grikskum apokalypsis) er aftast í Bíbliuni. Í Opinberingini lesa vit um ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin eru farin til grundar. Tá fer alt at verða, sum Gud av fyrstan tíð ætlaði, fullfíggjað og sera gott. Rithøvundurin. "Kristus gav tað til kennar í myndum fyri tænara sínum, Jóhannesi (tað, ið brátt skal henda)". Soleiðis stendur í fyrsta versi í seinastu bók í Bíbliuni. Hesin Jóhannes verður seinni nevndur í 1,4-9, og 22,8. Eftir so at siga einmæltum fornkirkjuligum siðaarvi er tað Jóhannes ápostul, ið jú eisini skrivaði evangeliið og brøvini. Gaman í hava menn víst á, at bæði málsliga og innihaldisliga er stórur munur á evangeliinum og brøvunum, verða tey samanborin við Jóhannesar opinbering. Men samstundis kann verða víst á nógvar orðingar og málberingar, ið binda Jóhannesar opinbering saman við hini skrift hansara. "Tann líkskapur, ið veruliga er ímillum Jóhannesar opinbering, Jóhannesar evangelium og brøvini eftir Jóhannes, er so stórur, at hann so ríkiliga vigar upp ímóti tí muni, sum víst hevur verið á. Hvørki í evangeliinum, brøvunum ella í Jóhannesar opinbering er tað ein næmingur hjá Jóhannesi, ið talar, men eitt sjálvstøðugt valafólk við myndugleika. Einasta natúrliga frágreiðingin, sum eisini tann kirkjuligi siðaarvurin hevur borið út, er at vísa til ein høvund: Jóhannes ápostul" (Olaf Moe). Skriftið. Skriftið er sent við heilsan. Tað hevur inngang, hvør ið hevur skrivað tað, hvønn ið tað er til, og tað hevur enda. Tí er skriftið, hvat ið formi viðvíkur, eitt bræv; men viðvíkjandi innihaldi ein bók. Skriftið er fyrst og fremst ætlað teimum sjey kirkjuliðunum í Lítla Ásia. Hesi kirkjuliðini tykjast meginpartin at bera ávøkstur av virki Paulusar og hjálparmonnum hansara, og tey vóru øll í 50-árunum. Tað er økið, Jóhannes á serstakan hátt hevði umsjón við, tá ið hann búsettist í Efesus. Tíðarfesting. Bókin má vera skrivað í eini tíð, ið var merkt av forfylging. Jóhannes vitnar sjálvur um tað, og í sendibrøvunum eru eisini ábendingar um hetta (2,9.13), og nógv verður sagt frá, hvussu stóran týdníng, tolmóðin hevur. Men hvør er henda forfylgingin, talan er um? 1. Forfylgingin, tá ið Nero var keisari (54 e.Kr.-68 e.Kr.). ¨ Neyvan sannlikt. Henda forfylging var í Róm og hevði einki samband við keisaradýrkanina. 2. Forfylgingin, tá ið Domitian var keisari (81 e.Kr.-96 e.Kr.). Tað er sannlíkari. Tá kom stór forfylging, sum serliga a) var í Lítla Ásia, og b) var knýtt at keisardýrkanini. Tey fólk, ið vildu ikki tilbiðja mynd keisarans, mistu ognir sínar og frælsi, ja, enntá lívið. Tað var óivað í hesi trongd og atsókn, at Jóhannes varð gjørdur útlagin og kom til Patmos. Ireneus skrivar umleið ár 185 e.Kr. (hann var lærusveinur Polykarps, ið var lærusveinur Jóhannesar): "Ikki er so langt síðan, at Jóhannesar opinbering varð skrivað, næstan í okkara egna ættarliði, seinast í stjórnartíð Domitians". Jóhannesar opinbering kann við stórari vissu verða tíðarfest til umleið ár 95 e.Kr. Atvoldin. Enntá ógævuni noyðir hann at tæna tær at gagni. Hesi orð kanst tú taka fram, tá ið tú ætlar at siga frá, hvussu Jóhannesar opinbering varð til. Tað var, tá ið Jóhannes varð ýørdur útlagin og kom til oynna Patmos í Grikkalandi fyri Guds orðs og vitnisburðar sakir. Har slapp hann at taka ímóti opinbering Jesu Krists, sum hann seinni skuldi skriva niður í bók og senda teimum sjey kirkjuliðunum. Ætlanin. Og serliga, nú ið tað er Jóhannesar opinbering, vit umrøða, kunnu vera grundir at gera av, hvør ætlanin er. Tað kann vera ein vernd ímóti tí misbrúki, ið júst hesi bók hevur verið fyri. Onkur, ið nevna skuldi bøkumar í Bíbliuni, nevndi so hissini ta seinastu leitbókina, og soleiðis er hon mangan vorðin nýtt. Men hon er ikki vorðin til at nøkta menniskjunnar forvitni til tess at veita fólki tilfar til alskyns høvuðbrýg. Hvør er tá ætlanin við hesi bók? At hjálpa, búgva út og ugga kirkjuliðið. 1. Hjálpa kirkjuliðinum at skilja støðuna á rættan hátt. Tí viðvíkjandi líkist Jóhannesar opinbering mongum øðrum bókum Bíbliurmar, til dømis profetunum í GT og brøvunum í NT. Serstakliga í inngangsorðunum í sendibrøvunum verður andliga støðan í kirkjuliðunum lýst: Eg kenni... Eg veit... o.s.fr. Bara at liva eitt heilnæmt kristnilív, ger kirkjuliðið ført fyri at lúka tey krøv, sum bíða tí, og fullgera starv sítt. 2. Búgva út kirkjuliðið at liva fyri Harranum. Í innganginum verður sagt, at bókin vendir sær til tænarar Jesu Krists, t.e. til teirra, ið hoyra honum til og vilja liva fyri honum. Hon skal búgva teir út ikki bara at standa stinnar og halda út, men eisini at verða til signingar, tá ið ódnin kemur í teimum seinastu døgum. 3. Ugga kirkjuliðið og vísa, at Guds ríki sigrar. Tað er sagt, at Jóhannesar opinbering hevur ein boðskap at bera í krepputíðum. Í tíðum, tá ið friður og vælferð valda, eru tey ikki mong, ið lesa hana - ið hvussu er ikki mong, sum lesa hana á rættan hátt. Tá ið kreppur við stórum kollveltingum eru, kemur Jóhannesar opinbering óvarandi fólki við. Hon boðar, a) at Gud er í hásætinum enn - eisini tá ið tað ikki tykist so, og b) at ríki hansara at enda fer at sigra. Tí er Jóhannesar opinbering fram um alt ugganarbók Guds fólks. Innihald. a) Yvirskift og heilsan (1-8) og b) kallanarsjónin (9-20). 2. "Tað, sum er": 2.-3. kap. Hini sjey sendibrøvini, har hvørt kirkjulið sær annaðhvørt verður uggað ella revsað. Endamálið er: at búgva tey út til afturkomu Harrans. 3. "Tað, sum henda skal eftir hetta": 4.-22. kap. Bókina við teimum sjey innsiglunum kann bara lambið, ið dripíð varð, lata upp. Í hesi bókini er ikki gjørligt at viðgera gjøllari innihaldið í Jóhannesar opinbering. Vit mugu tí bara vera nøgd við at geva gætur eftir: a) nøkrum eyðkennum, og b) nøkrum ymiskum tulkingarroyndum - ið snúgva seg í stórum um, hvørjar áskoðanir eru á lýsingarnar í Jóhannesar opinbering. Sereyðkenni. Jóhannesar opinbering hevur henda inngangin: "Opinbering Jesu Krists". Ápokalýptiskar bókmentir hava serlig eyðkenni. Dømi um ápokalýptiskar bókmentir eru Dánjalsbók og eisini lutvíst Ezekielsbók. Annars eru fleiri seinni jødisk rit dømi um hetta, sum til dømis tey bæði, ið tikið verður upp eftir í Judasarbrævinum, tey eru Enoksbókin og Himnaferð Mósesar. Hesar ápokalýptisku bøkurnar skilja seg í ávísum førum frá øðrum profetiskum bókmentum. Ein partur av tí, ið eyðkennir tær, er eisini í Jóhannesar opinbering. Ápokalýpsan. 1. Ber dám av hinum sjey miklu sjónunum. 2. Tekst nógv við framtíðina - men tveir kapitlar í Jóhannesar opinbering eru um tað, sum er, hinir kapitlarnír lýsa tað, sum brátt skal henda. 3. Nýtir mong ímyndarlig tøl, 3-talið er tal Guds,4-talið er skapanar talið, sbrt. teimum fýra livandi verunum framman fyri hásætinum, mannaættín í fýra: tjóðirnar, ættargreinirnar, tungumálini, fólkasløgíni, náttúran í fýra: himmal, jørð, hav og áir; 6-talið serstakan týdning, tá ið talan er um mótstøðuna móti Gudi. Bábylon verður nevndur 6 ferðir, drekin 12 ferðir (2 ferðir 6), og djórið 36 ferðir (6 ferðir 6), og tal djórsins er 666. 7-talið er á serstakan hátt heilagt tal. Tað sigur frá viðurskiftunum ímillum Gud og skapning hansara (3 ferðir 4), sbrt. samansetingini. 10-talið er tal fullkomuleikans og fyllunar, og at enda 12-talið, ið er tal Ísraels og kirkjuliðsins (sbrt. teimum 12 ættunum og teimum 12 ápostlunum) og her í Jóhannesar opinbering 12 grundarsteinar í tí nýggja Jerúsalem, teir 24 elstu frammi fyri hásætinum (2 ferðir 12) og teir 144.000 innsiglaðu (12 ferðir 12 000). 4. Nýtir fjølbroyttar ímyndir og myndir. Í Jóhannesar opinbering verður talað um: stjørnur, ljósastakar, eld, horn, eygu, roykilsi, lambið, leyvuna o.s.fr. Naktar av hesum myndum skilja vit best eftir GT, sum er ógvuliga týdníngarmikið sum grundarlag undir Jóhannesar opinbering. 5. Einglar millumgongumenn. Teir hava nógv at týða í teimum tilburðum, lýstir verða. Tað er tí ein ómetaliga ríkur og mangan fremmandur heimur, ið liggur fyri okkum í hesi bók. Ofta verður dentur lagdur á, at okkurt "var líkt" og "var sum", ið gevur ábending um, at hetta skal verða sum ímyndir, og ein veruleiki býr undir. Men hvussu skal so hetta verða tulkað? Ja, hetta hava verið nógvar áskoðanír á. Tað viðvíkur ikki bara einstøkum stakleiðum, men eisini - og fram um alt - hvørja áskoðan vit sum heild skulu hava á Jóhannesar opinbering. Tulkan. Tá ið tað er at tulka Jóhannesar opinbering sum heild, eru trý aðalevni. Sambært hesi tulkan vísir bókin als ikki til eina fjara framtíð, men lýsir støðuna, tá ið bókin varð skrivað. Verður samtíð Jóhannesar ølla kannað, kanngreiði verða fingin á, hvat Jóhannesar opinbering vísir til. Hon hevur við sær, at vit hava fyri okkum spádómar um tær týdningarmestu hendingarnar í kirkjusøguni frá døgum Jóhannesar og alt at endatíðunum. Talan er tí um eitt spádómsyvirlit yvir innara og ytra skap kirkjunnar. Menn halda seg til dømis kenna aftur ymsar partar í kirkjusøguni, tá ið lisið verður um hini sjey kirkjuliðini o.s.fr. Sambært hesi tulkan er Jóhannesar opinbering ein spádómur um kirkjuliðsins seinastu dagar og Guds ríkis fullgering. Henda áskoðanin var vanlig í fyrstu døgum kristindómsins. Hon er eisini hin best grundgivna. Hon talar eisini til okkara um, hvat síðan skal henda. Dannii Minogue. Dannii Minogue í februar 2012. Dannii Minogue (fødd 20. oktober 1971 í Melbourne í Avstralia) er ein avstalsk songkvinna, sangskrivari, sjónleikari, X-factor dómari og klædna sniðgevi. Hon varð av upprunaliga nevnd Danielle Jane Minogue'". Hon hevur havt fleiri leiklutir í sjónvarpsrøðum. Longu meðan hon var barn, høvdu hon og systir hennara, Kylie Minogue, eina tónleikasjónvarpsrøð tíðliga í 1980-árunum. Mín jólabók. Mín jólabók er ein barna- ungdóms- og familjubók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út á hvørjum árið áðrenn jól. Mín jólabók inniheldur nýtt føroyskt tilfar og tilfar sum er umsett úr øðrum málum. Bókadeild Føroya Lærarafelags varð stovnað í 1956, og líka síðan er Mín jólabók komin út einferð um árið. Síðan 2004 hevur Mín jólabók havt harða permu og verið meira litføgur, hon er myndprýdd av ungum føroyskum listafólkum. Tað er fleiri av føroysku rithøvundunum, sum hava givið fyrstu søguna ella yrkingina út í Míni jólabók. Mín jólabók 2012. Í 2012 eru tað hesi listafólkini, ið myndprýða Mína jólabók: Solveig Hansen, Edward Fuglø, Milja Hanusardóttir, Marjun Reginsdóttir, Allan Korsager Davidsen, Herdis Jakobsen og Jóhanna av Steinum. Bókin er gjørd sum ein jólakalendari, soleiðis at ein søga ella eitt ítriv er til hvønn dagin fram til jólaaftan. Søgurnar eru ellivu í tali. Tey, ið hava skrivað søgurnar eru: Sámal Soll,Tórunn Karina Henriksen, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Sólrún Michelsen, Mina Reinert, Oddfríður Marni Rasmussen, Halldóra Dam, Elsa Bergitta Petersen, Ella Smith Clementsen, Steintór Rasmussen og Armgarð Arge. Harumframt eru nakrar yrkingar eftir Alexanduri Kristiansen. Mín jólabók 2010. Í 2010 var tað Janus av Húsgarði, ið hevði myndprýtt Mína jólabók. Ritstjórar tað árið vóru Turið Kjølbro og Beinta Johannesen. HM í svimjing á stuttgeil 2012. 11. HM í svimjing á stuttgeil var hildið í Istanbul, Turkaland hin 12–16 desember 2012. USA vann kappingina við 27 heiðursmerkjum, harav 11 gull, 8 silvur og 8 bronsu. Føroyar luttók við 2 svimjarum: Pál Joensen og Birita Debes. Fyri fyrstu ferð í søguni, eydnaðist tað einum føroyingi at vinna eitt heiðursmerki í einari stórari altjóða ítróttargrein. Pál Joensen vann nevniliga silvur í 1500 m frí og skrivaði harvið føroyska ítróttarsøgu. Upprunaliga vann hann eitt bronsuheiðursmerki, men hetta bleiv broytt í juni 2013, tá FINA dopingnevndin tók avgerð í einum máli um danan, Mads Glæsner, sum vísti seg at hava brúkt eitt ólógligt evni. Sambært Mads var hetta ikki við vilja, hann hevði brúkt eitt Vicks næsasprei móti forkølilsi, og visti ikki, at tað var tað amerikanska slagið hann hevði fingið fatur á, og tað er hetta slagið ið innihelt ólógliga evnið Levmetamfetamine. Føroyar kom á heiðursmerkja talvuna á 23. plássi (áðrenn doping dømingina hjá Mads var Føroyar á einum deildum 24. plássi saman við Kekkia og Trinidad/Tobago). Danmark kláraði seg sera væl í hesi kapping og endaði upprunaliga á einum fjórða plássi við 3 gull heiðursmerkjum, harav vann Mads Glæsner eitt gull heiðursmerki í júst somu kapping, sum Pál vann sína bronsu (sum seinni bleiv til silvur) í, men sum nevnt, so mistu danir hetta gull heiðursmerkið umframt eitt bronsuheiðursmerkið, sum Mads hevði vunnið í 400 m frí, og endaðu síðan á 6. plássi. Drassows Legat. Drassows Legat er heitið á einum donskum legatið ella gávugóðsi, sum verður latið einaferð um árið í juni/juli. Gávugóðsið verður eisini nevnt "Dansk Forfatterforenings Fredspris". Legatið stavar frá pengum eftir Frode Richardt Drassow, sum andaðist í 1987. Pengarnir verða nýttir til árlig gávugóðs til rithøvundar, sum við teirra skaldskapi geva íblástur til størri fatan av hugskotum um frið. Charlotte's Web (1973 filmur). "Charlotte's Web" (danskt heiti: "Charlottes tryllespind") er ein amerikanskur teknifilmur frá 1973, framleiddur av Hanna-Barbera Productions og Sagittarius Productions. Filmurin byggir á barnabókina við sama heiti, sum E. B. White hevur skrivað í 1952. Eins og bókin, snýr teknifilmurin seg um grísin Wilbur (í donsku versjónini: George), sum verður bjargaður frá at verða slaktaður. Tað var tann klóki eiturkoppurin, Charlotte (í donsku versjónini: Tina), ið bjargaði honum. Í 2003 kom ein beinleiðis-til-video framhaldsfilmur, "Charlotte's Web 2: Wilbur's Great Adventure" (danskt heiti: "Willys Store Eventyr - Grisen, der fik lov at leve 2"). Planet Awards 2012. Planet Awards 2012 varð hildið hin 28. desember 2011. Planet Awards er eitt afturvendandi tónleikatiltak í Føroyum, sum Miðlahúsið skipar fyri til tess at heiðra føroyskum tónleikarum. Vinnararnir vera funnir við sms atkvøðum frá øllum sum hava áhuga fyri at atkvøða. Danish Music Awards 2009. Danish Music Awards 2009 varð hildið í Glassalinum í Tivoli í Keypmannahavn leygardagin hin 28. februar 2009. Vertur var Anders Breinholt. Hetta var fyrsta ferðin síðan ár 2000, at tónleikatiltakið ikki varð víst beinleiðis á nakrari dankari sjónvarpsrás. Tveir føroyingar vunnu heiðurslønir á Danish Music Awards 2009, Teitur vann við fløgu síni "The Singer", sum var kosin "Ársins danska singer/songwriter útgáva". Lizzie (Ann Elisabeth Berg) vann eina heiðursløn í bólkinum "Ársins danska hitt", tað vann hon við sanginum "Ramt i natten". Framførslur á Danish Music Award 2009. Heiðurlønir vóru latnar í 22 bólkum – av hesum vóru átta ymiskar tónleikasløg frá barnaútgávum til electronica. Danish Music Awards 2009 umfatar í alt 89 tilnevningar býttar ímillum 52 ymisk tónleikanøvn. Meira enn 46 prosent av teimum tilnevndu tónleikanøvnunum vóru kvinnur ella hava kvinnur sum frontfigurar. Ein fjórðingur av teimum tilnevndu vóru nýggj nøvn. Ebba Hentze. Ebba Hentze (fødd 25. september 1930, deyð 20. mai 2015 í Havn) var ein føroyskur rithøvundur, barnabókahøvundur, skald, týðari og ummælari. Hon fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs í 1984, Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 2006 og Mentanarvirðisløn Landsins í 2008. Ebba hevur bæði skrivað á føroyskum og donskum. Meðan hon búði í Danmark skrivaði hon mest á donskum. Hon er ættleidd til Føroya og vaks upp á Tvøroyri. Foreldur hennara vóru Peter Christian Pauli Hentze (1891-1971), keypmaður, av Sandi, og Olivia Sophie Skaalum (1888-1976) úr Hvalba. Ebba fór sum ung niður til Danmarkar, har hon tók studentsprógv frá Statens Kursus í Keypmannahavn í 1950. Síðan fór hon at lesa mál og bókmentafrøði á Københavns Universiteti. Hon fekk námsstyrk til lestur við Uppsala Universitet í Svøríki og til universitetini í Wien, Rom og Sorbonne í 1950-unum. Ebba arbeiddi eitt tíðarskeið fyri danska blaðið Politiken, har hon var forlagsráðgevi, hon hevur eisini verið bókmentakonsulentur á Gyldendal. Søgur hennara eru blivnar lisnar í Danmarks Radio og Sveriges Radio. Hon skrivaði fleiri stuttsøgur m.a. til Politikens Magasin. Tað fyrsta sum kom á prent hjá Ebbu var ein yrking, sum kom í danska tíðarritið "Hvedekorn", tað var í 1953. Ebba arbeiddi freelance í donskum, føroyskum og svenskum útvarpi. Hon flutti aftur til Føroya seinast í 1970-árunum og fekk ein týðandi leiklut millum rithøvundar í Føroyum. Í 1985 gav hon eitt týðandi íkast til føroyskar kvinnubókmentir við prosayrkingini "Kata, ein seinkaður nekrologur". Yrkingin lýsir eina kvinnu, sum gevur upp dreymar sínar um at fáa sær eina útbúgving, tí hon má taka sær av yngru systkjunum, sum eru blivnir móðurloysingar. Ebba hevur umsett nógvar bøkur til danskt mál úr enskum, týskum, svenskum og føroyskum, eitt nú hevur hon týtt svenskar krimiskaldsøgur eftir Sjöwall og Wahlöö til danskt og yrkingar eftir Edith Södergran úr finskum til føroyskt. Hon gjørdi eitt stórt arbeiði við at týða føroyskar bøkur til danskt. Hon hevur umsett bøkur hjá fleiri føroyskum rithøvundum, ikki minst bøkur hjá Jóanes Nielsen. Ebba var eitt skifti limur í nevndini, sum ger tilmæli til norðurlendsku bókmentavirðislønina. Eitt tíðarskeið var hon varalimur Rithøvundafelagsins í Málnevndini. Leila Solmunde. Leila Solmunde (fødd 5. februar 1962 í Trongisvági, deyð 10. mars 2012 í Tórshavn) var forkvinna í Giktafelag Føroya í 16 ár, og somuleiðis í MBF í 8 ár. Eisini var hon nevndarlimur í Dugna í 8 ár. Sum 18-ára gomul fekk hon staðfest liðagikt, sum gjørdi, at hon kom at vera bundin at koyristóli stóran part av lívinum. Hon var sera virkin og vird fyri sítt arbeiði á handikapp-politiska økinum. Leila andaðist brádliga av sjúku 10. mars 2012 bert 50 ára gomul. Til jóla 2012 fekk hon posthumt kærleikskúluna 2012 frá Dugna. Karin Kjølbro handaði kærleikskúluna til Mourits, sum er einkjumaður eftir Leilu, og helt eina røðu. M.a. siteraði Karin Leilu fyri at siga: "Eg vil tað eg kann, og eg kann, tað eg vil." Leila var ikki ein ið læt brekið forða sær. Hon var virkin og ferðaðist bæði í Føroyum og uttanlands. Hon skrivaði á heimasíðu sínari: "Mítt brek er ongin forðing fyri at njóta lívið". Familja. Foreldur: Jørleif Solmunde úr Søldarfirði og Palma Solmunde, fødd Mortensen úr Trongisvági. Leila giftist Mourits Simonsen úr Fuglafirði, hann er sonur Esmar Simonsen, sum er ættaður av Kirkju og Margrethu Simonsen, fødd Jacobsen ættað av Vatnsoyrum. Tey búsettur á Kambsdali og fingu í 1983 sonin Paula, sum var einasta barn teirra. Ein julimorgun í 2001 vóru tey úti fyri tí stóru sorg at missa einasta barn teirra, tá Pauli doyði í ferðsluvanlukku. Kærleikskúlan. Kærleikskúlan er jólaprýði, sum Dugni letur gera til jóla hvørt ár. Tað eru skiftandi føroysk listafólk, sum prýða kúluna, sum verður seld í avmarkaðari nøgd. Súmbolskt verður kúlan ognað onkrum, sum hevur serligan heiður uppibornan fyri arbeiði á handikapppolitiska økinum. Allur ágóði av søluni fer til mennandi virksemi hjá Dugna. KÍ (kvinnur). KÍ kvinnurnar eru eitt kvinnu fótbóltslið hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag. KÍ varð stovnað í 1904, men kvinnufótbóltur í Føroyum byrjaði ikki undir skipaðum viðurskiftum fyrr enn mitt í 1980-árunum. Heimavøllurin hjá teimum er eins og hjá KÍ monnunum við Djúpumýru í Klaksvík. KÍ kvinnurnar hava klárað seg sera væl í føroyskum fótbólti, ja so væl, at tær seta evropeiskt met í flest vunnum meistaraheitum í heimlandinum á rað. Tær hava vunnið FM 15 ár á rað frá 2000 til og við 2014, sum er heimsmet. KÍ kvinnurnar eru eisini væl umboðaðar á føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti, og eisini har hava tvær av teimum sett heimsmet við at vera fyrstu foreldur/barn, ið spæla landsdyst saman í sama dysti. Tað hendi 28. november 2012, tá møðgurnar Bára Skaale Klakkstein og Eyðvør Klakkstein spældu vinardyst móti Luksemburg á útivølli, sum Føroyar vann 0-6. Av tí at KÍ kvinnurnar hava vunnið FM 15 ferðir og steypakappingina 12 ferðir, so hava tær eisini fleiri ferðir luttikið í altjóða fótbóltskappingum. Tær hava luttikið í UEFA Women's Cup frá 2001/02 til 2008/09. Í 2009/10 og 2010/11 luttóku tær í UEFA Women's Champions League. Rannvá B. Andreasen. Rannvá Biskopstø Andreasen (fødd 10. november 1980) er ein føroyskur fótbóltsleikari. Hon spælir við KÍ og føroyska kvinnulandsliðnum. Rannvá er toppskorari á landsliðnum við 26 málum (august 2017) og hevur fleiri ferðir verið toppskjútti í bestu føroysku fótbóltsdeildini hjá kvinnum. Rannvá er tvíburðarsytstir Ragnu Patawary, ið eisini er fótbóltsleikari. Við KÍ. Rannvá B. Andreasen hevur skorað sera nógv mál fyri KÍ, pr. 29. august 2017 hevur hon skorað 521 mál fyri liðið. Hon hevur fleiri ferðir fingið gylta skógvin, tí hon hevur verið toppskorari í bestu føroysku deildini hjá kvinnum. Hon varð vald til ársins leikara 2010 í kvinnufótbólti í sendiningi Hvonn Live hjá Rás 2. Hon var ársins toppskjútti við 27 málum. Í 2003 skoraði hon 55 mál tilsamans, harav vóru 6 mál skotin í steypakappingardystum og eitt mál í undanumfari í bólki 8 móti FC Codru. Í 2012 skeyt hon í alt 37 mál, harav vóru 31 í landskappingini, 4 í steypakappingini og 2 mál í undanumfari, bólki 6 móti Ada Velpoje. Í 2016 vann hon heiður sum ársins leikari og ársins miðvallaleikari hjá kvinnum í føroyskum fótbólti. UEFA Women's Champions League. Rannvá Andreasen hevur spælt 50 dystir og skorað 16 mál fyri KÍ í UEFA Women's Champions League, fyrr kent undir heitinum UEFA Women's Cup. Hon spældi sín fyrsta dyst í oktober 2001 í fyrsta umarið í 2001–02, ið varð leikt í Helsinki. Rannvá skoraði bæði málini í fyrsta dystinum hjá KÍ, sum KÍ vanmm 2–1 yvir eysturríkska liðið USC Landhaus Wien, men síðan tapti KÍ 4–0 móti vertunum, HJK og móti italsku meistarunum Torres og vórðu sligin út úr kappingini. Rannvá spældi sín 50. dyst í UEFA Women's Champions League hin 28. august 2017 í einum 6-1 sigri móti ŽFK Istatov úr Makedonia. KÍ var tó longu sligið út úr kappingini, ið var 1. innleiðandi umfar av Champions League, eftir at hava tapt teir fyrstu tveir dystirnir. Til 29. august 2017 hevur Rannvá bert mist ein dyst av teimum higartil 51 dystunum hjá KÍ í UEFA Women's Champions League, tað var dysturin ið varð leiktur 13. august 2005. Orsøkin var tann, at hon tveir dagar frammanundan hevði fingið reytt kort. Landsliðið. Rannvá, Randi Wardum og Malena Josephsen spældu allar sín 25. dyst fyri Føroyar, tá føroyska kvinnulandsliðið hjá kvinnum leikti vinadyst móti Luksembourg hin 28. november 2012. Føroyar vann dystin 6-0, Rannvá B. Andreasen gjørdi tvey av teimum seks málunum. Frá 2004 til 28. november 2012 hevði føroyska kvinnulandsliðið spælt 25 dystir, og tær tríggjar hava leikt í øllum 25 dystunum. Áðrenn tað hevði Føroyar leikt í undankappingini 1995/1996 har liðið leikti 8 dystir, tá var Rannvá ov ung til landsliðið. Landsliðið helt pausu frá 1996 til 2004. Landsdystir í Oyggjaleikunum telja ikki við sum altjóða skrásettir dystir, uttan so at dysturin var ímóti einum landi, ið er limur í UEFA/FIFA. Í november 2013 hevði Rannvá leikt 30 landsdystir, ein dyst færri enn Malena og Randi, sum tá høvdu leikt 31 landsdytstir. Rannvá B. Andreasen hevur pr. 29. august 2017 spælt 48 A-landsdystir fyri Føroyar. Metleikari. Rannvá B. Andreasen hevur verið toppmálskjútti 12 ferðir í 1. deild kvinnur, og tað er met, fyrstu ferð var í 1997. Hon eigur eisini metið fyri flest skotin mál á føroyska kvinnulandsliðnum, har hevur hon skotið 26 mál higartil (august 2017) og metið fyri flest leiktar dystir á føroyska kvinnulandsliðnum, hon hevur spælt 48 landsdystir pr. 29. august 2017. Malena Josephsen. Malena Josephsen (fødd 3. januar 1977) er ein føroyskur fótbólsleikari. Hon spælir við KÍ og spældi á føroyska kvinnulandsliðnum frá 2004 til 2015. Hon hevur spælt við KÍ síðan 1994. Hon hevur spælt 41 landsdystir og skorað tíggju mál fyri føroyska kvinnulandsliðið. Lívsleið sum landsliðsleikari. Malena Josephsen hevur spælt 41 A-landsdystir fyri Føroyar. Malena, Rannvá B. Andreasen, Randi Wardum spældu allar sín 25. dyst fyri Føroyar, tá føroyska A-landsliðið hjá kvinnum leikti vinadyst móti Luksembourg hin 28. november 2012. Føroyar vann dystin 6-0, Malena skoraði tað seinasta av teimum seks málunum. Frá 2004 og fram til tann dystin hevði føroyska kvinnulandsliðið spælt 25 dystir, og tær tríggjar høvdu leikt í øllum 25 dystunum. Áðrenn tað hevði Føroyar leikt í undankappingini 1995/1996 har liðið leikti 8 dystir. Landsliðið helt pausu frá 1996 til 2004. Landsdystir í Oyggjaleikunum telja ikki við sum altjóða skrásettir dystir, uttan so at tað er móti einum liðið ið er limur í UEFA/FIFA. Randi Wardum. Randi Skylvsdóttir Wardum (fødd 22. november 1986) er ein føroyskur fótbóltsleikari og hondbóltsleikari. Í fótbólti spælir hon sum málmaður. Sum fótbóltsmálmaður spælir hon við KÍ og við føroyska kvinnulandsliðnum, sum hondbóltsleikari spælir hon við Kyndli. Saman við Malenu Josephsen hevur hon spælt flestar a-landsdystir fyri Føroyar (kvinnulandsliðið), tær hava spælt 31 landsdystir frá 1995 til 2013. Lívsleið innan fótbólt. Randi hevur spælt allar 31 landsdystir hjá føroyska kvinnulandsliðnum, síðan landsliðið byrjaði aftur í 2004 eftir ein langan støðg (Oyggjaleikir telja ikki við sum altjóða skrásettir dystir). Randi, Malena Josephsen og Rannvá B. Andreasen spældu allar sín 25. dyst fyri Føroyar, tá føroyska kvinnulandsliðið hjá kvinnum leikti vinadyst móti Luksembourg hin 28. november 2012. Føroyar vann dystin 6-0. Síðan 2004 hevur føroyska kvinnulandsliðið spælt 25 dystir, og tær tríggjar hava leikt í øllum 25 dystunum. Áðrenn tað hevði Føroyar leikt í undankappingini 1995/1996 har liðið leikti 8 dystir, tá var Rannvá ov ung til landsliðið. Landsliðið helt pausu frá 1996 til 2004. Landsdystir í Oyggjaleikunum telja ikki við sum altjóða skrásettir dystir. Í 2008 spældi hon við íslendska felagnum Valur, sum spældi í Úrvalsdeildini, sum er fremsta kvinnudeildin í Íslandi. Randi var fyrsta føroyska kvinna ið leikti í fremstu fótbóltsdeildini í øðrum landi enn Føroyum. Randi hevur leikt 25 dystir í UEFA Women's Champions League við KÍ. Cunningsburgh. Cunningsburgh, (norrønt "Konungsborg"), er ein grend (grannalag) og gomul kirkjusókn í syðra partinum av Mainlandi í Hetlandi. Grendin liggur við strondina á eystursíðuni, níggju míl sunnan fyri Lerwick, uml. hálva leið haðani og til Sumburgh Head. Kirkjusóknin er nú løgd saman við Dunrossness og Sandwick. Hon liggur við høvuðsvegin A970. Tryggasta havnin á Suður Mainland er í Aithsvoe, har ein marina varð gjørd í 2004. Millum bygdirnar í sóknini er Aithsetter Walls. Walls, (skotskt "Waas" - norrønt: "Vágar"), er ein bygd sunnast á West Mainland í Hetlandi. Hon liggur innast í Vaila Sound og er væl vard av oyggjunum Linga og Vaila. Bydin hevur eina marinu ið er vælumtókt av frítíðarsiglarum, og eisini eru fleiri fiskifør heimahoyrandi í Walls. Haðani er eisini ferjusamband til fjarskotnu oynna Foula. Gamla norrøna navnið fyri hetta økið var "Vágaland", og hetta navnið tók ein kendur hetlendskur yrkjari, ið var ættaður haðani, sær sum eftirnavn (Vagaland). Aithsetter. Aithsetter (norrønt: "Eiðsetur") er ein bygd í sóknini Cunningsburgh á Mainlandi í Hetlandi. Aithsetter liggur norðanfyri bygdina Cunningsburgh í somu sókn, uml. 9 míl sunnanfyri Lerwick. Grend. Ein grend er ein bygd við spjaddum býlingum, ið tó myndar eitt samanhangandi bygdarsamfelag, øvugt av eini tættbygd, har øll bygdin myndar ein stóran, samanhangandi býling. Dømi um føroyskar bygdir ið koma undir lýsingina 'grendir', eru Viðareiði og Hvalba, har langt er ímillum býlingarnar. Orðið 'grend' er avleidd av orðunum "granni" og "grannalag" - serliga Schrøter nýtir hetta orðið í síni týðing av Matteus evangeliinum frá 1823. Frisland. Kort av Norðurlondum frá 1558, teknað av Nicolo Zeno. Friesland sæst umleið har ið Føroyar eru, men Føroyar síggjast ikki. Kort hjá Mercator av oynni Frisland, 1623 Frisland, eisini kallað Frischlant, Friesland, Freezeland, Frislandia ella Fixland, er ein oyggj, sum var at síggja á flest øllum kortum av norðuratlashavinum frá uml 1560 til 1660. Tað varð hildið at liggja sunnanfyri Ísland, vestanfyri Føroyar. Frá 1560 og fram til 1800 talið, vóru tað fleiri, ið leitaðu eftir Frislandi. Í hesum samanhangi vóru lond sum Ísland, Skotland, Suðurgrønland og Føroyar hildin at verða Frisland, hóast tey øll vóru at síggja á flestu av teimum somu kortunum. Tó sæst Føroyar ikki á kortinum hjá Nicolo Zeno frá 1558, har sæst Friesland sunnanfyri Ísland, á leið har ið Føroyar eru. Summir granskarar hava havt tað ástøði, at Friesland á kortinum var Suðuroy, har ið sagnir jú eisini siga frá at frísar búðu, teir søgdust búgva í Akrabergi, eystanfyri Sumba. Sumbingar kvøða Frísakvæðið, sum Poul F. Joensen hevur yrkt útfrá søgnini. Frá gomlum tíðum hevur eisini Frísa vísa verið kend ogkvøðin í Føroyum. Frisland hevði nágreiniligar lýsingar av bæði íbúgvunum, ið skuldu eitast fyri at búgva har, og av staðarnøvnum í landinum. Bæði útsjónd og hvat teir tókust við, var væl lýst. Vencil. Vencil er eitt føroyskt tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum, sum fyrstu ferð varð útgivið í 2006. Tíðarritið er uppkallað eftir Vencil Ulricus Hammershaimb. Ritstjórar á Vencli eru Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Oddfríður Marni Rasmussen. Vencil kemur út tvær ferðir um árið og inniheldur bæði uppruna føroyskan skaldskap og útlendskan skaldskap, sum er týddur til føroyskt. Heiður. "Arnbjørn og Oddfríður hava við nærlagni og arbeiðssemi ment tíðarritið til eitt virðiligt mentanaríkast, sum miðlar bókmentaáhugaðum lesarum útlendskan og føroyskan skaldskap. Við virðing fyri mynd- og prentlistini er tíðarritið ein fagurfrøðilig heild á høgum stigi. Tíðarritið er ein gluggi út í heim, samstundis sum tær bókmentaspírur, sum næla í heimliga jørðildinum, hava fingið góðar gróðrarumstøður. Tíðarritið hevur víðkað bókmentaliga sjónarringin á móðurmálinum og gevur forvitnum lesarum bókmentir, ið erta og stimbra." Universidade Federal da Bahia. Universidade Federal da Bahia í Brasil varð sett á stovn í 1946 og er ein lærdur háskúli í Bahia, Brasil. Universitetið liggur í høvuðsheitnum í býnum Salvador í Bahia. Har ganga 27 549 lesandi, og 1 768 akademisk starvsfólk starvast har, tað er tað størsta universitetið í lutstatinum Bahia. Av ítrótti finnast ítróttargreinarnar fótbóltur, kurvabóltur, flogbóltur, hondbóltur og capoeira. Lesandi kunnu ganga á univerisitetinum ókeypis, men tey mugu klára eina árliga roynd, ið er kend sum "vestibular". Universidade Federal de Minas Gerais. Universidade Federal de Minas Gerais Universidade Federal de Minas Gerais er ein lærdur háskúli í Minas Gerais, Brasil, sum varð settur á stovn í 1927. Universidade Estadual de Feira de Santana. Universidade Estadual de Feira de Santana Universidade Estadual de Feira de Santana í Brasil varð sett á stovn í 1976 og er ein lærdur háskúli í Feira de Santana, Bahia, Brasil. Centro Federal de Educação Tecnológica de Minas Gerais. Centro Federal de Educação Tecnológica de Minas Gerais Centro Federal de Educação Tecnológica de Minas Gerais í Brasil varð sett á stovn í 1910 og er ein lærdur háskúli í Belo Horizonte í Minas Gerais landslutinum í Brasil. Centro Federal de Educação Tecnológica Celso Suckow da Fonseca. Centro Federal de Educação Tecnológica Celso Suckow da Fonseca Centro Federal de Educação Tecnológica Celso Suckow da Fonseca í Brasil varð sett á stovn í 1917 og er ein lærdur háskúli í Rio de Janeiro, Brasil. North Ronaldsay. North Ronaldsay (norrønt: "Rínansey/Rínarsey") er norðasta oyggin í Orknoyum. Oyggin er 6,9 km², og er nummar fjúrtan oyggin eftir stødd í oyggjabólkinum. Hóast ta ábarna støðu millum Atlantshavið og Norðsjógvin, so er veðurlagið milt og jørðin er eftir umstøðunum fruktagóð. Vegna Golfstreymin er kavi sjáldan at síggja. Landalæra. North Ronaldsay liggur uml. 4 km norðan fyri nærmastu grannaoynna, Sanday. Oyggin er uml. 6,4 km til longdar og hevur tvær stórar sandvíkir, "Linklet Bay" á eystursíðuni og "South Bay" á suðursíðuni. Á vestursíðuni er lendið grýtut og nógv sker liggja fram við strondini. Oyggin er lág og har er vindhart, veðurlagið er harðført og skiftir tíðum. Í illfýsna og vandamikla farvatninum kring oynna, eru nógv skip gingin burtur gjøgnum tíðina. Størsta grendin "Hollandstoun", liggur sunnanvert á oynni, uml. miðskeiðis millum flogvøllin og kaiina. Á oynni er eisini eitt fuglaobservatorium. Søga. Sambært Orkneyinga saga drap "Torf-Einarr" jallur "Hálfdan Langbein" á North Ronaldsay í 900-talinum, sum hevnd fyri at "Hálfdan" og bróður hansara "Guðreyði Ljómi" høvdu dripið "Ragnvald Auðsteinsson", pápa "Torf-Einar". Søgan byrjaði við at "Hálfdan" og "Guðreyði", ið vóru synir "Harald Hárfagra" Noregs kong, høvdu stongt "Ragnvald" inni í húsi sínum og sett eld á tað. Harald, ið illa líkaði hvat synir hansara høvdu gjørt, gav økið hjá "Rognvaldi" aftur til sonin "Tór Ragnvaldsson", meðan "Hálfdan" flýddi vestur til Orknoyggjarnar og rak burtur "Torf-Einar". Frá einum skansa á Caithness bardist "Torf-Einar" ímóti "Hálfdani" á oyggjunum. Eftir ein sjóbardaga og ein náðileysan bardaga á landi, fann "Torf-Einar" út av at "Hálfdan" hevði fjalt seg á North Ronaldsay. Sambært søgnini varð "Hálfdan" tikin fangi og ofraður til Óðin sum 'blóð-ørn'. Holland House varð bygt í 1727 og "Old Beacon" frá 1789 var triðfyrsti vitin ið Thomas Smith bygdi fyri Commissioners of the Northern Lights. Ferðasamband. Flogsamband er frá oynni til Kirkwall á Mainland, eins og eitt vikuligt ferjusamband er, eisini til Kirkwall. The Drystone Dyke (Grótlagingin). Árini 1830 – 39 vóru sera trupul ár á North Ronaldsay. Partvíst orsaka av at grótlagingin (the sheep dyke) varð lagað, partvíst av regluni millum aðalin og leigilendingarnar, tað sokallaða jarðarbýtið (landsquaring) var innført. Síðan tað eru nógvar nýggjar reglur settar í gildi. Ein tann fyrsta læt upp fyri teimum meira virðismettu neytunum. Upprunaseyðurin var rikin út um lagingina oman í fjørðina, og har hevur hann livað síðan av at eta tara, sæð burtur frá einari stuttari tíð seint á vári, tá lembingin stendur fyri. Tað løgna er, at lagingin bjargaði gamla seyðaslagnum frá týning! Aðrastaðni á Orknoyggjunum varð seyðaslagið burtur, tí tað var blandað við onnur sløg fyri at betra um slagið. Hettstøddina av kroppinum og upp á framleiðsluna – just sama søgan sum í skandinavisku londunum. Men uttanfyri lagingina yvirlivdi upprunaseyðurin! Dan Klein. Dan Klein føddur 8. oktober 1950, er blaðsjóri á føroyska blaðnum Oyggjatíðindi. Hann gjørdist blaðstóri á Oyggjatíðindum í 1982. Í september 2011 avgjørdi Dan Klein, at framyvir skuldi Oyggjatíðindi ikki koma út í blaðútgávu, men sum talgilt blað. Henda avgerð varð tikin fyri at tilpassa blaðið teir tendensir, sum talgildu miðlarnir hava við sær. Broytingin hevur gjørt tað møguligt fyri fólk um allan heimin at lesa tíðindi á heimasíðuni hjá Oyggjatíðindi, umframt at keypa blaðið sum pdf-fílu. Blaðstjórin varð í 1996 fongslaður vegna blaðútgávu. Keldufar. a>, útgávukonsert 2013 við sangum úr Keldufar. Keldufar er ein fløga, sum Lív Næs gav út í 2012. Keldufar var eisini heitið á einum yrkingasavni, sum "Flóvin Flekk" (skaldanavn fyri Johannes Andreas Næs) gav út í 1946. Lív Næs er abbadóttir Johannes Andreas Næs. Hon hevur valt 11 av yrkingunum úr Keldufar, gjørt løg til yrkingarnar saman við øðrum og givið út fløguna. Fløgan er innspæld á Bakkastudio á Tvøroyri. Tróndur Enni hevur staðið fyri upptøku og framleiðslu. Trummur, strúkikvartett og ein vokalur á sangi fýra er tikið upp í Bloch Studio í Havn. Mix, mastering og aðrar upptøkur í Finnur Hansen studio; slagverk, kór og tangentar. Útseting av sangi 1, 2 og 6 hevur Lív Næs staðið fyri, Tróndur og Brandur Enni hava staðið fyri útseting av sangi 3 og Finnur Hansen hevur staðið fyri útseting av sangunum 5 og 8. Lív hevur sjálv gjørt tey flestu av løgunum, tó hevur Finnur Hansen gjørt ljóðmyndina til "Urið" og lagið til "Meg droymdi" hava Lív og Tróndur Enni gjørt í felag. Á fold eru túsund gudar. Á fold eru túsund gudar er ein fløga, sum Hanus G. Johansen hevur givið út í 2012. Á fløguni eru 11 sangir. Hanus hevur gjørt øll løgini sjálvur. Poul F. Joensen hevur yrkt 8 av sangunum og 3 av teimum hevur Poul F. umsett til føroyskt. Í januar 2013 fekk Hanus Sømdargávu landsins 2012. Marnar Djurhuus. Marnar Djurhuus (føddur 1995) er ein føroyskur rennari, sum rennur fyri Treysti og fyri Føroyar. Guttorm Sørensen er venjari hansara. Hin 29. mars 2014 tók hann 25 ára gamla metið hjá Absalon Hansen í hálvmaraton, tá hann kom á mál í Keypmannahavn sum nummar 113 av meira enn 25.000 rennarum við tíðini 1.08.50. Í januar 2015 segði Marnar við aktuelt.fo, at hann fyribils var givin við at renna, orsakað av trupulleikum við rygginum og verður tí ikki við at Oyggjaleikum 2015 á Jersey. 2010. Í september 2010 gjørdist hann danmarksmeistari fyri ung í 3000 metra renning, hann vann við tíðini 9.16,78. Í somu kapping vann hann eisini silvur í 1500 m. Marnar luttók í bólkinum "dreingir 14-15". 2011. Marnar vann bronsu í 5000 metrum á Oyggjaleikunum 2011 á Isle of Wight, tá var hann bert 16 ára gamal. Hann vann eisini bronsu í 5000 metrum á DMU stevnuni við tíðini 15.45.12 og í 3000 metrum innandura við tíðini 8.57.35, hann rann í bólkinum hjá dreingjum 17 ár. 2012. Í mars 2012 vann Marnar tvey gull heiðursmerki á DM fyri ung í innandura renning. Fyrst vann hann í 3000 m við tíðini 9:00.47 og síðan vann hann eisini gull í 1500 metrum við tíðini 4:17.21. Sjóvar kommuna skipaði fyri móttøku fyri at heiðra Marnar eftir at hann var komin heim aftur eftir DM. 2013. Í januar 2013 vann hann bronsu á Reykjavík International Games í 3000 metra innandura renning við tíðini 8:53.03, sum var nýtt føroyskt met. Á Oyggjaleikum 2013 vann hann bronsu í 10.000 metra renning, menn við tíðini 33:14.40 minuttir og bronsu í 5.000 metrar renning hjá monnum við tíðini 15.46,70 minuttir. Í september 2013 vann hann Top Run rennikappingina har runnið varð frá bensinstøðini í Kollfjarðadali (75 metrar yvir havinum) og endaði á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið uppá 9,8 km. Marnar vann við tíðini 43:04, sum er nýtt met á teininum. 2014. Í januar 2014 vann hann silvur á Reykjavík International Games í 3000 metra innandura renning við tíðini 8:45, sum var nýtt føroyskt met. 1. mars 2014 vann Marnar gull 3000 metra teininum innandura renning á DM fyri ung í Skive og gjørdist harvið danmarksmeistari. Hann vann við tíðini 8 minuttir og 49 sekund. Dagin eftir, 2. mars 2014 vann hann gull á DM fyri ung á 1500 metra teininum í bólkinum dreingir 18-19 ár við tíðini 4.05.85, sum var nýtt føroyskt innandura met. Rebekka Fuglø. Rebekka Fuglø (fødd 1993) er ein føroyskur rennari, sum rennur fyri Treysti úr Klaksvík, Føroyar og danska felagið Vejle IF. Hon gjørdist danmarksmeistari fyri ung í 800 m og 1500 m bæði innandura og uttandura í 2011. Hon luttók á Oyggjaleikunum í 2009 og 2011, seinnu ferðina kom hon í finalur, men vann onki heiðursmerki, hon setti tó nýtt føroyskt met í 800 m renning við tíðini 2.19,58, gamla metið átti Bjørk Herup Olsen. Rebekka vann FM í Cross renning 2012 (8 km) við tíðini 40 minuttir og 31 sekund. Guttorm Sørensen er venjari hjá Rebekku. DM 2018 í Odense. Í august 2018 luttók Rebekka á DM í Odense. Hon rann fyri Vejle, sum hon umboðar, tá hon rennur í Danmark. Tá Rebekka í 1500 metrar renning kom á mál, var hon danmarksmeistari við tíðini 4.29,62. DM 2017 í Skive. Í februar 2017 luttók Rebekka á DM í frælsum ítrótti. Hon gjørdist nummar trý og vann harvið bronsu. Hon rann fimm sekund skjótari í innleiðandi við tíðini 4.30,71, ið var tætt við føroyska metið á 4.29,60, sum hon sjálv átti. FM í lendisrenning 2015. Runnið var á fløtuni og í viðarlundini í Hoydølum. Talan var um 8 kilometrar tilsamans. DM 2014 í Skive. Í februar 2014 luttók Rebekka fyri fyrstu ferð í kappingum fyri vaksin á DM. 2012. Rebekka Fuglø vann silvur í 1500 innandura renning til DM gentur 18-19 ár. 2010. Rebekka gjørdist nummar tvey hjá kvinnunum í samlaðu vetrarrenningini 2009/10. Hon gjørdist nummar tvey bæði í opna bólkinum og í bólkinum hjá kvinnuunglingum. Bert Bjørk Herup Olsen rann skjótari. Atli Danielsen. Atli Danielsen "(f. 15. august 1983)" er føroyskur fótbóltsleikari sum leikar við Klaksvíkar Ítróttarfelag (KÍ). Atli spældi sín fyrsta dyst í bestu føroysku deildini í ár 2000. Fyrstu ferð Atli Danielsen umboðaði føroyska landsliðið var í 2003 tá ið hann kom inn sum útskiftari fyri Hans Fróða Hansen. Í 2005 royndi Atli seg fyri fyrstu ferð á útlendskum grasi. Hann var til royndarvenjingar í norskum fótbólti - felagið var Sogndal. KÍ leigaði Atla út, men eftir bert 2 dystir fyri norska felagið flutti Atli heim aftur. Eftir at aftur hava umboðað KÍ, gekk leiðin enn einaferð til útlendskt lið, hesaferð í lestrarørindum í Keypmannahavn, har hann umboðaði BK Frem í trý kappingarár. Eftir at felagið fór á húsagang mátti Atli finna nýggjan arbeiðisgevara, valið fall á FC Roskilde, sum eisini leikar í næstbestu deildini. Eftir lestrartíðina valdi Atli at flyta heim til Føroyar. Hesaferð valdi Atli at fara til B36, sum lá í oddinum í føroysku kappingini tá ið kappingin var hálvrunnin. Tað vísti seg, at valið til B36 var rætt, tí staðfestast kundi, at tá ið kappingin var av, kundi Atli fyri fyrstu ferð kalla seg "føroyameistara í vaksmannafótbólti" í 2011. Kappingarárið 2012 varð ikki nakað at reypa av, B36 kláraði seg ikki væl á vøllinum, og varð Atli Danielsen ei heldur við í ætlanunum hjá nýggja landsliðsvenjaranum, Lars Olsen, eftir 10 ár í føroyskum landsliðsfótbólti varð Atli ikki úttikin til landsliðsdystir. Tá ið kappingin varð liðug í 2012, boðaði KÍ frá í ársveitslu sínari, at KÍ hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við klaksvíkingin. Atli hevur til nú (januar 2013) spælt 41 A-landsdystir fyri Føroyar. Coritiba Foot Ball Club. Coritiba Foot Ball Club er eitt Brasilsk fótbóltsfelag úr Curitiba. Felagið varð stovnað tann 12. oktober 1909. Olaf Johannessen. Olaf Heine Johannessen (føddur 8. juli 1961 í Tórshavn) er ein føroyskur sjónleikari, sum er útbúgvin á Odense Teater Sjónleikaraskúla í 1986. Hann spælir sjónleikir í Danmark og Týsklandi og í donskum sjónvarpi og filmum. Tá hann var liðugur við útbúgvingina, bleiv hann settur í starv á Aarhus Teater, har hann eitt nú spældi høvuðsleiklutin í leikinum "Lykke-Peer" (1988) og í "Hamlet" (1992). I 1994 varð hann settur í starv á Det Kongelige Teater í Keypmannahavn, har hann var í føstum starvi í 10 ár. Síðan tá hevur hann starvast sum freelance sjónleikari. Í sjónvarpssamanhangi er hann eitt nú kendur fyri sín leiklut sum forsætisráðharrin Kristian Kamper í "Brotsgerðin III" ("Forbrydelsen III"). Í 2013 vann hann eina Robert-heiðursløn fyri sín hjáleiklut í "Brotsgerðin", hann vann í bólkinum "Ársins mannligi hjáleiklutur - sjónvarpsrøð" (Årets Mandlige Birolle - tv-serie). Í 2014 vann hann virðislønina Teaterpokalen fyri at spæla leiklutin sum Eichmann í sjónleikinum "Samtale før døden" eftir Adam Price. Í 2015 fekk hann donsku virðislønina Ársins Reumert fyri besta mannliga høvuðsleiklut í sjónleikunum "Samtale før døden" og "Mefisto" á Betty Nansen Teatret, umframt "Heksejagt", ið varð framførdur á Det Kongelige Teater. Olaf Johannessen er sonur leikstjóran Eyðun Johannessen og bróðir sjónleikarinnuna Anniku Johannessen. HM í hondbólti (menn). HM í hondbólti hjá monnum verður fyriskipað av IHF (International Handball Federation) og hevur verið fyriskipað javnan síðan 1938. Fyrst var talan um tvær kappingar, eina innandura og eina uttandura, men síðan seinast í 1960-árunum hevur IHF bert fyriskipa innandura HM í hondbólti. Síðan 1993 hevur HM í hondbólti hjá monnum verið fyriskipað annað hvørt ár. Hallur Joensen. Hallur Joensen (føddur 22. januar 1967 í Klaksvík) er ein føroyskur country sangari, sum er kendur bæði í Føroyum og uttanlands. Hann hevur eisini gjørt vart við seg í Føroyum innan billiard. Hin 2. november 2013 vann hann “Haldor Holm Cup” billiardkappingina triðja árið á rað. Í 2013 vóru 100 ár liðin síðan Haldor Holm varð borin í heim. Lívsleið innan tónleik. Hallur gav út sína fyrstu fløgu í 2008, hon hevði heitið "Pickin’ Time In Nashville" og gjørdist mest selda fløga í Føroyum í 2008. Hann hevur síðan givið út aðrar tónleikaútgávur og hevur verið rættiliga virkin tónleikari. Hann hevur fleiri ferðir verið at sæð á útlendskum hitt-listum. Hallur hevur framført sínar sangir bæði á føroyskum og útlendskum tónleikafestivalum, eitt nú á G! Festivalinum og á Summarfestivalinum. Í 2011 framførdi hann á Silkeborg Country Festival. Hann hevur fleiri ferðir samstarva við Kristinu Bærendsen, tey hava fleiri ferðir framført sangir saman, t.d. sangin "Um tú hevur tað sum eg". Hallur syngur ikki bara nýggj løg men eisini coverløg, harav nøkur eru umsett til føroyskt. Nakrir av kendastu sangunum, sum Hallur Joensen syngur eru: "Kyss ein eingil hvønn morgun" og "Gyltu ljósakrúnurnar". Sangurin Kiss ein eingil hvønn morgun er umsettur úr enskum. í desember 2009 varð Charley Pride í Føroyum og tá framførdu hann og Hallur Joensen sangin Kyss ein eingil hvønn morgun saman. Charley Pride sang á enskum (Kiss an angel good morning) og Hallur sang á enskum og føroyskum. Teir sungu eisini "Gyltu ljósakrúnurnar" saman á somu konsert, tað fortaldi Hallur fyri áskoðarunum á Silkeborg Country Festival 2011, beint áðrenn hann sang sangin á føroyskum. Gunnvá Zachariasen. Gunnvá Zachariasen (fødd 21. mars 1973) er ein føroysk sjónleikarinna og leikstjóri. Umframt at hava virkað sum yrkissjónleikari í mong ár, hevur Gunnvá eisini undirvíst og leikstjórnað, eitt nú Útileikur á Ólavsøku, Grýlan við Willieboys. Hon samskipaði Barnasjónleikarastevnuna 2007. Hon hevur lisið Dramaturgi á Århus Universitet í 1995-96 og í 2000 varð hon útbúgvin sjónleikari frá Statens Teaterskole í Keypmannahavn. Gunnvá hevur virkað sum sjónleikari í Danmark, Føroyum og USA. Filmsleiklutir. Gunnvá hevur spælt við í tveimum filmum, tí føroyska filminum "Bye Bye Bluebird" og tí danska barnafilminum "Flyvende farmor". Hon spældi brúður í Bye Bye Blue Bird og kvinnuligan politist í Flyvende farmor. Dennis Holm. Dennis Holm (føddur 2. mai 1972) er ein føroyskur samfelagsfrøðingur, politikari og rithøvundur. Síðan 1. januar 2013 hevur hann verið býráðsformaður í Vágs býráð, hann varð valdur inn á listanum hjá Tjóðveldi. Hann varð valdur til borgarstjóra eftir at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin høvdu skipað samgongu. Hann varð útbúgvin sum cand.scient.pol. í samfelagsfrøði frá Aalborg Universitet í 1998. Síðan oktober 2005 hevur hann verið í starvi sum leiðari fyri Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning. Áðrenn hann gjørdist leiðari, starvaðist hann sama stað frá 1999. Depilin fyri Samfelagsmenning er partur av Fróðskaparsetur Føroya. Áðrenn Dennis bleiv virkin innan politikk, var hann virkin í lokalsamfelagnum í Vági og í Føroyum sum heild. Hann er ein av stigtakarunum til Parkina við Sandin í Vági, hann er eisini ein av stigtakarunum til verkætlanina um at byggja 50-metra svimjiyl á Oyrunum í Vági. Hann er í nevndini fyri Vágs Sóknar Bygdasavn. Hann hevur fleiri ferðir verið við til at fyriskipa stór tónleikatiltøk, eitt nú Jóansøkufestivalin, tá hesin hevur verið í Vági. Hann var eisini ein av limunum í Five Star Entertainment, sum fekk stór tónleikanøvn til Føroya, eitt nú Bryan Adams og Elton John, sum høvdu konsertir á Tórsvølli í Havn. Konsertin við Bryan Adams var hin 4. juni 2008. Konsertin við Elton John var 29. juni 2010. Dennis er sonur Elise og Óla Holm, sum er fyrrverandi mentamálaráðharri og fyrrverandi formaður fyri FSF. Útgávur í úrvali. Dennis hevur eitt nú skrivað fleiri vísindaligar ritgerðir, upprit, greinar, arbeiðsrit o.a. Arnbjørn T. Hansen. Arnbjørn Theodor Hansen (føddur 27. februar 1986) er ein føroyskur fótbóltsleikari, sum spælur við Streymni og føroyska A-landsliðnum. Arnbjørn hevur verið toppskorari í bestu mansdeildini í føroyskum fótbólti í 2008 og 2010. Hann hevði spælt 13 landsdystir og skorað 3 mál fyri Føroyar við árslok 2012. Hann hevur gjørt nógv mál fyri EB/Streym, frá 2003 til 2012 hevur spælt 242 dystir fyri EB/Streym og skorað 151 mál. Novak Djokovic. Novak Djokovic á Hopman Cup í 2011. Novak Djokovic (serbiskt: Новак Ђоковић), (føddur 22. mai 1987 í Beograd) er ein tennisleikari úr Serbia. Hann hevur eitt nú vunnið sjey Grand Slam heiti. Hin 4. juli 2011 gjørdist hann nummar eitt á ATP Tour. Hann hevur tvær ferðir luttikið á Olympisku leikunum, á Summar-OL 2008 og Summar-OL 2012. Hann vann eitt bronsu heiðursmerki á Summar-OL 2008. Lionel Messi. Lionel Andrés Messi (føddur 24. juni 1987) er ein argentinskur fótbóltsleikari, sum spælir fyri franska felagið Paris Saint-Germain F.C. og A-landsliðið hjá Argentina. Í 2007 varð hann tilnevndur "FIFA World Player of the Year" saman við Kaká og Cristiano Ronaldo, Messi gjørdist nummar tvey. Í 2008 gjørdist hann eisini nummar tvey. Í 2009 varð hann fyri triðju ferð tilnevndur "FIFA World Player of the Year" og hesaferð vann hann og kann tí sigast at vera heimsins besti fótbólts spælari í 2009. Tann 5. august í 2021 boðaði felagið, sum Lionel Messi hevur havt tilknýti til í 21 ár, Barcelona F.C., at felagið ikki megnaði at gera nýggjan sáttmála við hann. Cristiano Ronaldo. Cristiano Ronaldo dos Santos Aveiro (føddur 5. februar 1985) er en portugisiskur fótbóltsleikari, sum spælir fyri italska felagið Juventus og fyri Portugal. Hann spældi fyri spanska La Liga felagið Real Madrid frá 2009 til 2018 og fyri Manchester United frá 2003 til 2009. Lívsleið. Ronaldo byrjaði sína fótbóltslívsleið sum ungdómsleikari í Nacional, og hansara sukse hjá Nacional, førdi til eitt skifti til høvuðsstaðarfelagið Sporting CP tvær fótbóltssesongir seinni. Stóra talentið hjá Ronaldo gjørdi at venjarin hjá Manchester United Alex Ferguson legði merki til hann og skrivaði undir kontrakt við tann tá 18-ára gamla portugisan fyri 12,24 milliónir £ summarið 2003. Komandi fótbóltsárið vann Ronaldo sítt fyrsta meistaraheiti í FA Cup og kláraði eisini at koma til EM 2004-finaluna við Portugal. Tað var eisini í sama EM endaspælinum, at hann skoraði sítt fyrsta landsliðsmál, tað var móti Grikkalandi í tí fyrsta dystinum í endaumfarinum, sum Portugal tó tapti 1-2. Á EM í fótbólti 2016 vann Ronaldo gull við Portugal, tá ið liðið vann 1-0 í finaluni móti Fraklandi, eftir longda leiktíð. Ronaldo spældi bert 25 minuttir av dystinum, tí hann bleiv skaddur og mátti berast út av vøllinum. Í 2008 vann Ronaldo og restin av United-liðinum UEFA Champions League. Ronaldo varð kosin man of the match í finaluni. Seinni varð hann kosin sum FIFPro World Player of the Year og FIFA World Player of the Year, samstundis við at hann gjørdist fyrsti Manchester United leikari í 40 ár, ið vann Ballon d'Or. Í 2014, 2015 og 2016 vann hann aftur Ballon d'Or. kæmpe svin Ronaldo í Føroyum. Føroyar spældu landsdyst móti Portugal í HM-undakappingini til HM 2018. Í tí sambandi kom portugisiska landsliðið til Føroya at spæla landsdyst á Tórsvølli móti Føroyum, dysturin varð leiktur 10. oktober 2016. Millum leikararnar var Christiano Ronaldo. Nógv fólk var komið saman bæði vesturi í Vágum og uttanfyri Hotel Føroyar fyri at síggja stóru stjørnurnar, ið fáir mánaðir frammanundan høvdu vunnið EM í fótbólti, og serliga komu tey fyri at síggja Ronaldo, ið til tá hevði vunnið Ballon D'or heili tríggjar ferðir, og tveir mánaðir seinni vann heiður á fjórða sinni. Nógv børn og ung, men eisini vaksin, løgdu nógv fyri til tess at sleppa at síggja Ronaldo og teir og kanska fáa autograf ella selfie saman við honum. Undir sjálvum dystinum hendi nakað, ið ikki mátti henda. Meðan leikararnir gingu inn á vøllin fyri at spæla seinna hálvleik, rann ein drongur inn á vøllin, og tað eydnaðist honum at fáa eina selfie saman við Ronaldo. Vaktarmenn komu skjótt eftir honum og førdu hann út av stadionøkinum. Georg eystan Á. Georg eystan Á í 2012. Georg eystan Á úr Sumba er tónleikari, tónasmiður, sangskrivari og sangari. Hann hevur verið virkin í føroyskum tónleikalívið, serliga í 1980'unum, tá hann gav út fleiri kassettubond og LP'ir. Hann gav út tvey kassettubond í 1986 og 1988 undir egnum navni, á tí seinna Intro er sangurin "Sasa sa, sa", sum var eitt hitt tá og aftur seinni, tá føroyski tónleikabólkurin The Dreams gav út sangin í nýggjari versjón. Georg gav út tvey kassettubond saman við Tommy, teir kallaðu seg Georg & Tommy. Nevnast kann t.d. sangurin Fjallarósan, sum var umsett úr norskum (Alperosen), sum varð givin út á bandinum Várlongsul. Tann sangurin var ofta at hoyra í Útvarpi Føroya eitt nú í Kvøðuljómum, sum vóru sendir hvønn sunnudag og hvønn mikudag fyri sjófólk. Sangurin "Brævið" var eisini nógv at hoyra. Á seinna kassettubandinum hjá Georg og Tommy var eitt nú sangurin "Oh Maria", sum eisini var nógv at hoyra í útvarpinum. Georg búði nøkur ár í Íslandi, har hann var sera virkin og vælumtóktur. Hann var forsangari í tónleikabólkinum Vikingabandið. Íslendska sjónvarpið hevði samrøðu við hann, og hann framførdi í einari sending hjá teimum. Tá Sumbiar Ítróttarfelag (Sumba) í 1990 gjørdist nummar tvey í næstbestu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum og fluttu upp í bestu deildini, góvu sumbingar út eitt kassettuband, sum Georg eystan Á stóð fyri. Fleiri av sangunum gjørdust sera vælumtóktir og vóru nógv at hoyra, og tey flestu munnu enn kenna sangin, sum nevndist Hypnosan, har niðurlagið ljóðaði soleiðis: "Sunnast í Føroyum í ein útsynning, búleikast sumbingar um fjørðin kring. Her býr eitt mergjað fólkaslag, í ítrótti sýna okur tað." Onkur yrking hjá Poul F. Joensen var eisini við á bandinum, t.d. Kvæðið um Hargabrøður. Huell Howser. Huell Burnley Howser (føddur 18. oktober 1945, deyður 7. januar 2013) var ein amerikanskur sjónvarpsvertur, sjónleikari og raddaleikari, sum var best kendur fyri ferðasjónvarpsrøðina "California's Gold", sum hevði sæti í Los Angeles á KCET fyri California PBS statiónirnar. Billy Mays. William Darrell "Billy" Mays, Jr. (føddur 20. juli 1958 - deyður 28. juni 2009) var kendur innan amerikanskt sjónvarp. Hann var sølumaður, sum arbeiddi við at selja og reklamera fyri reingerðingsevnum og annað á Home Shopping Network. Sam J. Jones. Samuel Gerald Jones (føddur 12. august 1954), betri kendur sum Sam J. Jones er ein amerikanskur sjónleikari. Hann er føddur í Chicago, Illinois, vaks upp í Sacramento, California. Hann fekk sítt prógv frá Mira Loma High School í Sacramento í 1972. Í 1975, áðrenn hann byrjaði sína lívsleið sum sjónleikari, var hann nakin modell í einum Playgirl blaði, men undir einum øðrum navni, Andrew Cooper III. Í 1979 spældi hann sín fyrsta leiklut við Bo Derek í einum romantiskum skemtifilmi við heitinum "10". Árið eftir fekk hann sín higartil kendasta leiklut sum Flash Gordon í 1980 filminum við sama heiti. Hann noyddist at lita hárið ljóst fyri at kunna spæla leiklutin. Filmurin fekk hampiliga sukse, hann innspældi fyri $27,1M í Norðuramerika, og $22m í Stórabretlandi - og tvífaldaði harvið sítt $20M búskett. Meiningin var at gera eina trilogi, men ein ósemja millum Jones og framleiðararnar av Flash Gordon gjørdi at hetta bleiv av ongum. Eftir at filmurin var vístur í biografunum, vóru nakinmyndirnar av Jones endurprintaðar í tíðarritinum Playgirl, og hesaferð stóð hansara veruliga navn saman við myndunum. Síðan tá hevur hann spælt við í fleiri sjónvarpsrøðum og lágbúskett biograffilmum. Hann spældi leiklutin sum Chris Rorchek í "Code Red" (1981–1982). Hann hevði gestaleiklut í sjónvarpsrøðum sum "The A-Team", "Hunter" og "Riptide'. Hann hevur spælt við í fleiri filmum ið fóru beinleiðis til videofilmar, t.d. "My Chauffeur", "Silent Assassins", "Driving Force", "Jane and the Lost City", "American Tigers", "Fist of Honor", "One Man Force" og "White Force". Í 1990-árunum spældi hann leiklutir í filmum sum "In Gold We Trust", "Enter the Shootfighter", "Baja Run", "Maximum Force", "Hard Vice" and "Dead Sexy". Í 2007 spældi hann gestaleiklutin sum fangin Krebb í upprunaligu sjónvarpsrøðini hjá Sci Fi Channel, "Flash Gordon". Hann spældi eisini ein víðaðan cameo leiklut sum hann sjálvur við tí ljósa Flash Gordon hársniðinum í 2012 skemtifilminum, "Ted. Lloyd Sherr. Lloyd Sherr (føddur 1956) er amerikanskur raddaleikari. Hann er eisini kendur við sínum kunstnaranavni Max Raphael, sum er ein samanseting av nøvnunum hjá børnum hansara Max and Raphael. Hann er eitt nú kendur fyri at leggja rødd til ymiskir persónar í videospølum, t.d. Cronus í "God of War II", bounty-veiðimaðurin Calo Nord í ', Diego í "Gothic 3" og "EverQuest II". Innan sjónvarp hevur hann spælt leiklutin sum Vathek í "W.I.T.C.H.", Jibolba í Nickelodeon røðunum "Tak and the Power of Juju", Everett í "Barnyard" og "Back at the Barnyard", Pápin í ', og forteljari í "Random! Cartoons". George Carlin. George Denis Patrick Carlin (føddur 1937, deyður 22. juni 2008) var ein amerikanskur sjónleikari, skemtari, kritikari og rithøvundur. 200%. 200% er fyrsta tónleikaútgávan hjá føroyska rokk-punk tónleikabólkinum 200. TUTL útgav fløguna í 2001. Yggdrasil. Yggdrasil er eitt norðurlendskt tónleikaensemble við støði í Føroyum. Tónleikabólkurin varð stovnaður í 1981 av tí danska/føroyska tónasmiðinum og pianistinum Kristian Blak, sum hevur skrivað tað mesta av tilfarinum hjá bólkinum. Alla tíðina hevur Yggdrasil havt tónleikarar frá øðrum Norðurlondum, sum koma frá einum fjølbroyttari tónlistaligari bakgrund, serliga við støði í jazz, men eisini frá etniskum tónleiki, fólka-, rokk- og klassiskum tónleiki. Tey flestu verkini eru blivin skapt í samstarvi við aðra list: visuellari list, skaldskapi, ballet, opera - ella í summum førum við náttúruni (konsertir í gjáum/holum við sjógvin). Tá fløgan Seta kom út í 2009, varð skipað fyri útgávukonsert í Klæmintsgjógv.). Bólkurin eitur eftir heimstræðnum Yggdrasil í Norrønu gudalæruni. Byrta. Byrta er ein føroyskur elektro pop tónleikabólkur, sum Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen stovnaðu í 2013. Søga. Samstarvið millum Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen byrjaði í 2011, meðan bæði búðu í Íslandi, Janus hevði búð har í fleiri ár, meðan Guðrið nýliga var flutt til Reykjavíkar at búgva. Janus er best kendur í Íslandi sum ein av limunum í tónleikabólkinum Bloodgroup. Guðrið plagdi fyrr at skrivað alt á enskum, men meðan hon búði í Íslandi fór hon í holt við at skriva á føroyskum. Hon helt tó ikki at hetta nýggja tilfarið riggaði til hennara soloverkætlan, so tá hon møtti Janus, spurdi hon hann, um hann var áhugaður í einum samstarvi, og tað var hann. Í mai 2013 góvu tey út eina fløgu við 10 løgum, fløgan nevnist Byrta og varð útgivin av plátufelagnum Tutl. Eitt staklag av fløguni var útgivið í februar 2013 á internetinum, tað er lagið "Loyndarmál", sum var nógv at hoyra á føroysku útvarpsrásunum. Guðrið hevur skrivað sangirnir á fløguni, meðan Janus spælir øll ljóðførini á fløguni, tað er eisini Janus sum hevur framleitt tónleikin á fløguni. Frá 30. oktober til 3. november 2014 luttók Byrta á íslendka tónleikafestivalinum "Iceland Airwaves 2013". Umframt Byrta luttóku eisini Eivør Pálsdóttir og Marius Ziska. Við árslok 2013 varð tónleikabólkurin Byrta hálovaður av fleiri føroyskum tónleikaummælarum. Í útvarpssendingini Brunsj vóru fýra ummælarar samdir um, at útgávan hjá Byrta var besta føroyska tónleikaútgáva í 2013. Tey valdu sjálvi út millum allar útgávur sum vóru útgivnar av føroyskum tónleikabólkum og einstaklingum í 2013. Byrta var eisini ein av føroysku tónleikabólkunum, sum framførdu í nýggjárssendingini, sum var víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya nýggjársaftan 2013. Frá 23. januar til 20. februar 2014 var Byrta á Danmarkarturne saman við norðurlendsku tónleikabólkunum Good Moon Deer (Ísland), Sea Change (Noreg) og Sekuoia (Danmark). Talan var um festivalin Nordisk 2014, sum varð hildin fyri aðru ferð, har útvald tónleikanøvn úr norðurlondum, sum umboða tað nýggja innan norðurlendskan tónleik, fáa høvi til at spæla teirra tónleik á fleiri ymiskum støðum í Danmark, Føroyum og Íslandi. Nordisk 2014 skuldi byrja í Værløse í Danmark 23. januar, ymsastaðni í Danmark á tilsamans 10 støðum fram til 8. februar har seinasta framførslan skuldi vera í Helsingør, síðan í Havn í Føroyum hin 15. februar og so at enda fýra konsertir í Íslandi frá 17. til 20. februar 2014. Janus Rasmussen. Janus Rasmussen er ein føroyskur tónleikari og framleiðari búsitandi í Íslandi. Saman við trimum øðrum er hann limur í íslendska tónleikabólkinum Bloodgroup. Hann er eisini limur í Kiasmos saman við íslendska tónleikaranum Ólafur Arnalds og í Byrta saman við Guðrið Hansdóttir. Janus Rasmussen hevur framleitt tónleik fyri fleiri einstaklingar. Eitt nú Heiðrik á Heygum, Høgna Reistrup og Guðrið Hansdóttir. Í 2011 framleiddi Janus plátuna hjá Høgna Reistrup "Samrøður við framtíðina". Við á útgávuni eru Høgni Lisberg, Knút Háberg Eysturstein, Ísak Sambleben og Janus Kampmann. Í 2013 framleiddi Janus fleiri útgávur. Millum annað framleiddi hann saman við Ólavi Jákupssyni "Áðrenn vit Hvørva" hjá Høgna Reistrup. Fyrsta staklagið av útgávuni var "Vegurin". Í 2012 heitti Guðrið Hansdóttir á Janus Rasmussen um at framleiða tilfar fyri seg, tá Guðrið búði í Íslandi. Síðani stovnaðu tey elektro popp duo'ina Byrta. Fløga við Byrta kom út í 2013. Janus spælir øll ljóðførini á fløguni og hevur eisini framleitt. Guðrið hevur skrivað sangirnar. Janus hevur givið fleiri fløgur út saman við Bloodgroup. Hann hevur áður verið limur í føroyska tónleikabólkinum Lama Sea. Íslendska bókmentavirðislønin. Íslendska bókmentavirðislønin (Íslendskt mál:"Íslensku bókmenntaverðlaunin") er ein bókmentavirðisløn, ið verður latin tveimum bókum á hvørjum ári. Tað var, "Felagið fyri Íslendsk bókaforløg" (Félagi íslenskra bókaútgefenda), ið setti hesa heiðursløn á stovn í 1989, tá vóru 100 ára síðan felagið var sett á stovn. Onnur virðislønin verður latin fagurbókmentum, meðan hin verður latin yrkisbókmentum. De Gyldne Laurbær. De Gyldne Laurbær (eisini nevnt: Boghandlernes Gyldne Laurbær) er ein donsk bókmentaheiðursløn, sum varð sett á stovn í 1949. Tað er "Foreningen De Gyldne Laurbær", fyrr "Boghandlerklubben", sum letur heiðurslønina einaferð um árið. Upprunaliga var heiðurslønin ein gullnál við áskrift, eitt skiftið fylgdi ein peningaupphædd við, men í dag fær vinnarin av heiðurslønini ein laurberkrans, eitt heiðursbræv og eitt gávubræv at keypa bøkur fyri á 2500 krónur. Donsku fjølmiðlarnir gera nógv burturúr heiðurslønahandanini. Tann dagin tá tað verður kunngjørt, hvør ið vinnur heiðurin, so fer umboð fyri Nevndina fyri De Gyldne Laurbær at hitta vinnaran, meðan fjølmiðlar fylgja við. Ein danskur rithøvundur kann bert fáa hesa heiðurslønina einaferð. Síðan 1954 hevur heiðurslønin verið handað í januar fyri eina bókaútgávu árið fyri. Donsku bløðini nevna ofta heiðurslønina við tí árinum, ið handanin fer fram. Klaus Rifbjerg debutantvirðisløn fyri skaldskap. Klaus Rifbjerg virðislønin fyri skaldskap (á donskum: Klaus Rifbjergs debutantpris for lyrik) er ein donsk bókmentaheiðursløn, sum danski rithøvundurin Klaus Rifbjerg stovnaði í 1983. Heiðurslønin verður latin annað hvørt ár og er á 10.000 kr. Heiðurslønin verður latin einum skaldi, sum tey seinastu tvey árini hevur útgivið sítt fyrsta yrkingasavn á donskum, føroyskum ella grønlendskum máli. Í 2012 var tað føroyska Sissal Kampmann ið fekk heiðurslønina. Sissal Kampmann. Sissal Kampmann (fødd 1974), uppvaksin í Vestmanna, er ein føroyskur rithøvundur, eitt skald. Hon hevur higartil (februar 2013) útgivið tvey yrkingasøvn, bæði skrivaði á føroyskum, bæði eru útgivin á Forlagnum Eksil, sum er eitt forlag í Keypmannahavn, sum føroyingar eiga. Í september 2012 fekk hon donsku bókmentaheiðurslønina, sum Danska Akademiið handar: Klaus Rifbjerg debutantvirðisløn fyri skaldskap (Klaus Rifbjergs debutantpris for lyrik). Prísurin verður latin annað hvørt ár fyri eitt yrkingasavn skrivað á donskum, føroyskum ella grønlendskum. Høvundin skal ikki hava útgivið meira enn tvey yrkingasøvn. Fyrsta yrkingasavnið skal verða útgivið innan fyri seinastu tvey árini. Sissal gekk á student í Hoydølum, seinni fór hon í holt við at lesa Norðurlendskar bókmentir á Københavns Universitet. Sissal er systir Ludvík á Brekku, ið hevur myndprýtt yrkingasøvn hennara. Hornalundi. Hornalundi (frøðiheiti - "Fratercula corniculata") er ein sjófuglur av lundaætt, ið líkist Atlantslunda í útsjónd, men nevsrótin er gul við reyðum nevsbroddi. Hesin lundin hevur smá svørt 'horn' omanfyri eyguni, harav navnið. Hornalundin heldur til á klettaoyggjum fram við strondini í norðara parti av Kyrrahavinum, í Siberia, Alaska og British Colombia í Kanada. Topplundi. Topplundi (frøðiheiti - "Fratercula cirrhata") er ein sjófuglur av lundaætt, sum er eyðkendur við sínum reyða nevi og gulu trevsum, ið hann hevur fingið navn eftir. Topplundin heldur til, serliga á oyggjum, fram við strondini í norðara parti av Kyrrahavinum, í British Colombia í Kanada, landsynnings-Alaska og Aleutoyggjunum, Kamtjatka, Kuriloyggjunum og um alt Okhotskhavið. Topplundin eigur saman við hornalunda í støðum, men heldur annars eystari til enn hesin, so langt suðri sum á norðaru Channel Islands út fyri strondini í suður California. Upprunaliga veiddu inuittar á Aleutoyggjunum og ainufólkið í Japan topplunda, bæði til matna og fyri at gera nýtslu av fjaðrum og skinni. Nú er topplundin friðaður um alt útbreiðsluøkið. Lundar. Lundar (frøðiheiti: "Fratercula") eru ein sjófuglaætt ið telur trý sløg, eitt í Atlantshavi: vanligur lundi ("Fratercula arctica"), og tvey í Kyrrahavi: hornalundi ("Fratercula corniculata") og topplundi ("Fratercula cirrhata"). Lundar eru umleið 35-40 cm til hæddar, við breiðum nevi, ið gerst sera litríkt í paringstíðini. Føðin er æti, sum lundin kavar eftir. Lundi verpur eittans eggið í lundaholuni, sum hann grevur út í svørðinum, nær við havið. Fjaðurhamurin er svartur, gráur ella hvítur, stundum við gulum fjaðrum í. Hetlands-skotskt mál. Hetlands-skotskt (enskt: Modern Shetlandic Scots (MSS)), vanliga nevnt Shetland dialect, ella stytt til "Shetland" ella "Shetlan" av hetlendingum sjálvum, er skotska dialektin, ið tosað verður í Hetlandi í dag; hon er, eins og orknoya-skotskt, ein dialekt av oyggjaskotskum (Insular Scots). Hetlands-skotskt er runnið av skotskum dialektum, ið lágskotskir innflytarar høvdu við sær til Hetlands serliga frá økjunum Fife og Lothian seinast í 15. øld og frameftir. Hetlands-skotskt hevur nakað av norrønum í sær, arvað frá gamla málinum norn, ið varð talað í oyggjunum fram til seinnapartin av 18. øld. Tó er nógv minni av norrønum í dagligari hetlendskari talu enn ofta hildið - flestu norrønu orðini finnast í staðarnøvnum, og so onkur orð ið hava við veður og vind, plantur, seyðhald og fiskiskap, matgerð og gomul tól at gera. Eins og doriska dialektin í Landnyrðingsskotlandi, so líkist hetlands-skotskt burturfrá dialektunum longri suðuri í Skotlandi. Tað hevur í ein vissan mun egið orðatilfar, og er í summum førum meiri gamaldags enn aðrar nútíðar skotskar dialektir. Men av tí at ongin standardur finst til at lýsa mun imillum dialektir og mál, so er ilt at siga, um hetlands-skotskt er egið mál í mun til enskt. Listi yvir føroyskar skaldsøgur. Listi yvir skaldsøgur sum eru skrivaðar á føroyskum máli. Eysturskúlin. Eysturskúlin er ein av fólkaskúlunum í Havn, hann liggur í Eysturbýnum í Havn og er 6000 fermetrar til støddar. Eysturskúlin er størsti skúlin í landinum við 521 næmingum í 2014. Næststørsti er Tórshavnar kommunuskúli við 452 næmingum Eysturskúlin varð vígdur í august 1980. Skúlin varð bygdur í tveimum byggistigum, fyrra byggistig var liðugt í 1974, tá vóru 10 skúlastovur. Annað byggistig var liðugt í 1980. Skúlin hevur ein svimjihyl, sum er 17 metrar langur. Har eru fakstovur av ymiskum slag. Ein vanlig fimleikahøll er í skúlanum og í 1993 varð skúlahøllin umbygd til ítrótt, serliga flogbólt. Allir næmingarnir í 10.flokki í Tórshavnar kommunu eru í Nám X í Eysturskúlanum. Í skúlanum ganga næmingar úr 1. til 10. flokk. Skúlaárið 2012/13. Skúlaárið 2012/13 ganga 539 næmingar í til samans 17 flokkum og Nám X í Eysturskúlanum. Lærararnir eru 45, haraftrat eru 2 stuðlar. Mentunargrunnur Studentafelagsins. Mentunargrunnur Studentafelagsins er eitt føroyskt bókaforlag við heimstaði í Føroyum (føroyskt V-tal), men ritstjórnin er í Keypmannahavn. Jógvan Isaksen, rithøvundi, er leiðari av forlagnum. Mentunargrunnur Studentafelagsins er Føroya elsta forlag og er sprottið úr Hinum føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn, sum bleiv stovnað í 1910. Fyrsta útgávan hjá forlagnum var fyrsta yrkingasavnið hjá Janus Djurhuus, sum kom út í 1914 við heitinum Yrkingar. Tey fyrstu árini varð forlagið bara nevnt við navninum hjá studentafelagnum: Hitt føroyska Studentafelagið. Í 1957 verður Mentunargrunnur Studentafelagsins settur á stovn undir felagnum við tí høvuðsatliti at taka sær av bókaútgávu. Nøkur ár seinni verður hesin forlagsparturin fluttur heim til Føroya, har hann enn hevur innivist. Mentanargrunnurin hevur givið út ein stóran part av bókmentum, sum eru komnar út á føroyskum øll hesi árini. Holberg-medaljan. Holberg-medaljan er ein donsk bókmentavirðisløn, sum er uppkallað eftir Ludvig Holberg. Virðislønin heiðrar einum donskum rithøvunda innan fagrar bókmentir ella ein rithøvund innan vísund. Virðislønin hevur verið latin einaferð árliga síðan 1934. Tað er Dansk Forfatterforening, sum letur heiðurslønina. Tveir føroyingar hava higartil fingið henda heiður: Heðin Brú í 1982 og William Heinesen í 1960. N. F. S. Grundtvig. Nikolai Frederik Severin Grundtvig (8. september 1783 í Udby við Vordingborg – 2. september 1872 í København) var ein danskur rithøvundur, teologur, yrkjari (serliga kendur sum sálmasmiður), filosoffur, søgufrøðingur, prestur við Vartov í København, tittulerbiskoppur, filologur, skúlamaður og politikari. Han legger navn til Grundtvigianismuna og var stigtakari til fólkaháskúlan. Grundtvig er tann sálmasmiðurin ið oftast kemur fyri í Den Danske Salmebog og er ein "institutión" í donskum ands- og samfelagslívi. Jesper Brochmand. Jesper Rasmussen Brochmand (5. august 1585 – 19. apríl 1652) var professari við Københavns Universitet 1610-1638 og biskupur fyri Sjælland frá 1638 til sín deyðadag. Orknoya-skotskt mál. Orknoya-skotskt (enskt: Orcadian dialect), er skotska dialektin ið tosað verður í Orknoyggjum í dag; hon er, eins og Hetlands-skotskt, ein dialekt av oyggjaskotskum (Insular Scots). Orknoya-skotskt er runnið av lágskotskum dialektum, men hevur nakað av norrønum í sær, arvað frá gamla Norn málinum, ið varð talað í oyggjunum fram til 17'du øld. Faroe Airways. Faroe Airways var flogfelag, ið fleyg rutuflúgving millum Føroyar og Danmark 1964 til 1967. Søga. Faroe Airways var stovnað av danska felagnum Scanfly og føroyska Skipafelagnum Føroyar. Fyrsti flogtúrurin var 7. mars 1964 við einum De Havilland Heron flogfari við 12 setrum. Frá 19. juli 1965 varð flogið við einum Douglas DC-3 flogfari. Millumlent var fram til 1965 í Kirkwall í Orknoyggjum. Seinni varð milumlent í Sumburgh í Hetlandi. Stjóri í felagnum var Jørgen V. Petersen. Síðsta flogferðin hjá Faroe Airways var í september 1967. Løgtingsvalið 1998. Løgtingsvalið 1998 varð hildið hin 30. apríl 1998. Valið var tað higartil besta nakrantíð hjá Tjóðveldisflokkinum, sum gjørdist størsti flokkur á Tingi og fekk eina framgongd við meira enn 10 prosent (og heili fýra tingmenn/kvinnur). Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin fóru báðir framm við tveimum tingfólkum hvør. Harafturímóti misti Sambandsflokkurin tvey tingfólk, meðan Kristiligi Fólkaflokkurin (Framburðsflokkurin) og Verkamannafylkingin fingu ein so dyggan smeit, at ongin teirra nakrantíð stillaði upp aftur til val. Valið slóðaði vegin fyri fyrru stjórnini hjá Anfinni Kallsbergs, sum var ein samgonga við hesum flokkum: Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin. Løgtingsvalið 2004. Løgtingsvalið 2004 varð hildið hin 20. januar 2004. Hin Stuttligi Flokkurin stillaði upp til val fyri fyrstu og seinastu ferð. Løgtingsvalið 2002. Løgtingsvalið 2002 varð hildið hin 30. apríl 2002. Løgtingsvalið 1994. Løgtingsvalið 1994 varð hildið hin 7. juli 1994. Fleiri nýggir flokkar stillaðu upp fyri fyrstu ferð: Frælsisfylkingin, Hin Føroyski Flokkurin, Miðflokkurin og Verkamannafylkingin. Í alt vóru tað 10 listar, sum enn er met í føroyskum løgtingsvalum. Tey flestu av teimum gomlu flokkunum gingu nógv aftur, av tí at Føroyar varð rakt av svárari kreppu, sum aftur var orsøk til, at eitt nú Verkamannafylkingin varð sett á stovn. Ein bankavtala við Danmark førdi til at Sambandsflokkurin fekk frammgongd, meðan Javnaðarflokkurin, sum hevði sitið í samgongu minkaði við einari helvt. Stjórnin hjá Maritu Petersen. Stjórnin hjá Maritu Petersen var Føroya landsstýri frá 24. apríl 1993 til 10. september 1994. Løgmaður var Marita Petersen frá Javnaðarflokkinum, við landsstýrismonnum frá Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Marita Petersen hevði stjórnað sættu stjórnina hjá Atla Dam síðan 18. januar 1993, men hon skifti samgongusamstarvsflokkin, Fólkaflokkurin, út við Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Hóast tað stutta stjórnarskeiðið, so fekk stjórnin rættiliga nógv av skafti, sum var rættað móti tí álvarsomu kreppuni, sum Føroyar var í. Millum annað fekk hon samrátt seg fram til eina bankaavtalu við Danmark. Sambandskreftir vunnu tó løgtingsvalið 1994, og stjórnin mátti gevast og lata fyrru stjórnina hjá Edmundi Joensens taka yvir. Keldur. Marita Petersen Fíggjarmálaráðharrar í Føroyum. Fíggjarmálaráðharrin ella "landsstýrismaðurin í fíggjarmálum" er ein týdningarmikil partur av Føroya Landsstýri og búskapinum hjá Føroyum. Almannamálaráðharrar í Føroyum. Almannamálaráðharrin ella "landsstýrismaðurin í almannamálum" hevur síðan 1968 verið ein landsstýrissessur í Føroya Landsstýri. Vinnumálaráðharrar í Føroyum. Vinnumálaráðharrin ella "landsstýrismaðurin í vinnumálum", fyrr ídnaðarmálaráðharrin ("landsstýrismaðurin í ídnaðarmálum"), er limur av Føroya Landsstýri og hevur ábyrgdina fyri vinnumálum, herundir náttúrutilfeingi, arbeiðsumhvørvið, handil, aling osfr. Teir vinnu- og ídnaðarmálaráðharrar sum hava sitið longst eru ávikavist Jacob Lindenskov (JF) og Bjarni Djurholm (FF), við ávikavist 11 og 8 árum. Stjórnin hjá Paula Ellefsen. Stjórnin hjá Paula Ellefsen var Føroya Landsstýri frá 5. januar 1981 til 10. januar 1985. Tað var ein samgonga millum Sambandsflokkin (SB), Fólkaflokkin (FF) og Sjálvstýrisflokkin (SF), undir leiðslu av Paula Ellefsen (SB). Talan var um tað fyrstu reint borgerligu stjórnina í Føroyum síðan 1959. Slóðir úteftir. Pauli Ellefsen Arbeiðsmálaráðharrar í Føroyum. Arbeiðsmálaráðharrin ella "landsstýrismaðurin í arbeiðaramálum", ella "arbeiðsmarknaðarmálum") var ein landsstýrissessur í Føroya Landsstýri 1970–1975, 1988–1989 og 1991–1998. Oscar-virðislønin. Reyða langmáttan á 81. handanini av Oscar-virðislønunum í Hollywood. Academy Award eisini kent sum Oscar er ein sera týdningarmikil virðisløn, sum amerikanska Academy of Motion Picture Arts and Sciences (AMPAS) letur fyri at heiðra teimum allarbestu persónunum innan filmsídnaðin, íroknað sjónleikarar, filmsleikstjórar og filmsleikrithøvundar. Tað almenna hátíðarhaldið, har virðislønirnar verða handaðar, verður mett at vera ein av teimum týdningarmestu príshandanum í heiminum, og verður víst beinleiðis í sjónvarpinum í meira enn 200 londum kring heimin. Oscar-heiðurslønirnar verða givnar til filmar, ið hava hava stóra ávirkan á fólk, antin við sjónleikarum, leikstjórum, komponistum o.s.fr. Tað fyrsta Academy Awards-hátíðarhaldið varð hildið hin 16. mai 1929 á Hotel Roosevelt í Hollywood fyri at heiðra teimum allar bestu í filmsárinum 1927/1928. Mentanargrunnur Landsins. Mentanargrunnur Landsins verður umsitin av einari fimmmannanevnd. Mentanargrunnurin kann veita stuðul til virksemi, sum kveikir og mennir føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list. Hetta kann vera til starvslønir, verkætlanir, íverksetan og styttri skeið hjá listafólkum. Umsóknarfreistin er vanliga 15. desember. Grunnurin kann eisini eftir umsókn stuðla bóka- og fløguútgávur upp til 30% av útgávukostnaðinum. Eisini vísindaligt arbeiði, framsýningar, framførslur o.t. kunnu eftir umsókn fáa stuðul. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir. Starvslønirnar kunnu vera latnar soleiðis: 1 starvsløn galdandi í 3 ár og starvslønir galdandi í 1 mánað til 12 mánaðir. Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum eftir 1. oktober 2014 er kr. 25.587,96 um mánaðin. Starvslønir 2017. 34 listafólk fingu starvslønir í til samans 125 mánaðir. Harumframt vóru starvslønir í styttri tíðarskeið latnar 27 umsøkjarum. Tilsamans 125 mánaðarlønir vóru latnar fyri góðar 3,3 milliónir krónur. Starvslønir 2016. Tilsamans 126 mánaðarlønir fyri góðar 3,3 milliónir vóru latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði í 2016. Hesi fingu starvslønir í 3, 2 ella 1 mánaðir Starvslønir 2015. Hesi fingu starvslønir í 3, 2 ella 1 mánaðir Starvslønir 2013. Nevndin metti, at tað komu so nógvar góðar umsóknir inn, at tey valdu ikki at lata nakra 3-ára starvsløn, soleiðis at fleiri fólk kundu fáa lut í starvslønunum. Í alt 30 fólk fingu starvslønir, herav fingu 24 umsøkjarar starvsløn fyri styttri tíðarskeið (undir hálvt ár). 102 mánaðarlønir vóru latnar í starvslønum fyri góðar 2,5 milliónir krónur. Í alt 94 umsóknir komu inn, 64 fingu noktandi svar. Starvslønir 2012. Ongin 3-ára starvløn varð latin í 2012, harafturímóti fingu tvey fólk eitt ára starvlønir. Í alt 40 fólk fingu starvslønir, herav fingu 33 listafólk starvsløn í styttri tíðarskeið (minni enn eitt hálvt ár). Í alt læt Mentanargrunnur Landsins tilsamans 117 mánaðarlønir fyri góðar 2,8 milliónir krónur í 2012. Tilsamans 138 fólk søktu um starvslønir. Starvslønir 2011. Ongin fekk 3-ára starvsløn í 2011. Starvslønir vóru latnar til 31 umsøkjarar í alt. Tilsaman 110 mánaðarlønir fyri góðar 2,7 milliónir krónur eru latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði. Tilsamans vóru 98 umsøkjarar, sum søktu um starvsløn fyri góðar 38 milliónir krónur. Starvslønir 2010. Í 2010 var ein starvsløn latin á trý ár, ein uppá eitt ár og tvær á 6 mánaðir. Harafturat vóru starvslønir latnar 38 umsøkjarum. Tilsamans 137 mánaðarlønir fyri góðar 3,4 milliónir vóru latnar. Í alt vóru 93 umsøkjarar, av hesum vóru 42 umsóknir játtaðar. Íverksetanarstudningur varð latin 3 umsøkjarum á kr. 225.000 tilsamans. Humla. Humlur ("Bombus") eru í ætt við býur. Vrahovice. Vrahovice (týskt: "Wrahowitz") er ein býur í Kekkia og hevur umleið 3.402 íbúgvar. Býurin liggur í Okres Prostějov nærindis býnum Prostějov. Býurin verður fyrstu ferð nevndur í søguligum skjølum í 1337. Áirnar Romže, Hloučela og Valová renna gjøgnum býin. Fótbóltsleikarin Rostislav Václavíček er føddur og uppvaksin í býnum. Tónleikararnir og brøðurnir Zdeněk Tylšar og Bedřich Tylša vóru føddir í Vrahovice. Planet Awards 2009. a> var besti sangari í 2009 a> var besta songkvinna í 2009 Planet Awards 2009 veitslan, har Plant heiðurslønirnar vóru handaðar, varð hildin á REX í Havn hin 27. desember 2009. The Jungle Book (1967 filmur). "The Jungle Book" ("Frumskógarbókin"; danskt heiti: "Junglebogen") er ein amerikanskur teknifilmur frá 1967, framleiddur av Walt Disney Productions. Filmurin er hin 19. í røðini av teimum klassisku Disney teknifilmunum og tann seinasti filmurin sum Walt Disney varð við til at framleiða, tí hann doyði, meðan hann bleiv framleiddur. Filmurin leysliga byggir eftir bókini hjá Rudyard Kipling við sama heiti um dreingin Mowgli, ið veksur upp millum djórini í tí indiska frumskóginum. Filmurin varð frumsýndur fyrstu ferð í Amerika hin 18. oktober 1967. Í 2003 kom ein framhaldsfilmur, "The Jungle Book 2" ("Frumskógarbókin 2", danskt heiti: "Junglebogen 2"), sum varð sýndur í biografunum. Sombi. Sombi er tað føroyska orði fyri 'Zombie' úr enskum. Sombi er væl kent ígjøgnum telduspøl og filmar. Sombi í videospølum. Zombiar eru ofta við í skjótispølum- og rpg-sjangruni, har ið ein skal skjóta teir, áðrenn teir eta ein. Bambi. "Bambi" er ein amerikanskur teknifilmur frá 1942. Filmurin varð frumsýndur í Amerika hin 13. august 1942 og er hin fimti i røðini av teimum klassisku teknifilmunum frá Disney. Hann er grundaður á skaldsøguna hjá Felix Salten "Bambi, ein Leben im Walde" ("Bambi, eitt lív í skóginum") frá 1923. Filmurin varð tilnevndur fleiri Oscar-virðislønir fyri besta ljóð, besta sang (fyri "Love Is a Song" sungin av Donald Novis) og besta filmstónleik. "Bambi" varð útgivin av nýggjum til sýning í biografunum í 1947, 1957, 1966, 1975, 1982, og 1988. Hann varð útgivin á VHS-bandi í 1989 og 1997, og í einari talgildari betraðari útgávu á DVD hin 1. mars 2005. Ein beinleiðis-til-video framhaldsfilmur, "Bambi II", kom út í 2006. Dumbo. "Dumbo" er ein amerikanskur teknifilmur frá 1941. Filmurin varð frumsýndur fyrstu ferð í Amerika hin 23. oktober 1941 og er hin fjórði í røðini av teimum klassisku Disney teknifilmunum. Filmurin byggir eftir barnabókini við sama heiti skrivað eftir Helen Aberson og illustrated eftir Harold Pearl. Høvuðsleiklutin hevur fílaungin Jumbo Junior, sum orsakað av sínum sera stóru oyrum fær eyknevnið Dumbo. Heiðurslønir og tilnevningar. Cannes Film Festivalur Hans Andrias Jacobsen. Hans Andrias Jacobsen er ein føroyskur sangari og tónleikari úr Klaksvík. Í desember 2012 vann hann heiðursløn sum "Ársins nýggja tónleikanavn" á Planet Awards hjá Miðlahúsinum. Hann syngur fólka og blues tónleik. Hans Andrias er ein av limunum í Grandma's Basement, sum eisini hevur vunnið eina Planet heiðursløn á Planet Awards 2010, teir vunnu í bólkinum "Ársins sangur", við sanginum "Hon fær ongantíð nokk". Hans Andrias framførdi á Summarfestivalinum í 2012 og í 2013. Sakaris Emil Joensen. Sakaris Emil Joensen (betri kendur sum SAKARIS) er ein føroyskur sangari, tónleikari, tónasmiður og tónleikaframleiðari. Hann fæst mest við elektropopp tónleik. Hann hevur spælt við fleiri ymiskum tónleikabólkum, eitt nú við Boys In A Band, sum vann tónleikakappingina Global Battle of the Bands. Í 2010, gjørdist SAKARIS ein av 24 luttakarum (av nærum 1000 umsøkjarum) sum slapp at luttaka í tí danska talentshow'inum "Karrierekanonen", sum varð fyriskipað av P3 radio, Roskilde Festival, KODA og øðrum. Sakaris hevur framleitt tónleik til eitt nú Guðrið Hansdóttir, Heiðrik á Heygum og Frostfelt Sakaris framførdi á Spot Festival í Danmark í 2012. Sakaris er sonur Martin Joensen. The Rescuers. "The Rescuers" ("Bjargararnir"; danskt heiti: "Bernard og Bianca") er ein amerikanskur teknifilmur frá 1977, framleiddur av Walt Disney Productions og varð frumsýndur fyrstu ferð í Amerika hin 22. juni 1977 og 26. desember 1978 í Danmark. Hann er hin 23. filmurin í røðini av teimum klassisku Disney teknifilmunum og byggir á skaldsøgurnar hjá Margery Sharp "The Rescuers" og "Miss Bianca" frá 1959 og 1962. Filmurin er framleiddur av Wolfgang Reitherman og Ron Miller og leikstjórnaður av Wolfgang Reitherman, John Lounsbery og Art Stevens. Filmstónleikurin bleiv skrivaður av Artie Butler, meðan Carol Connors, Ayn Robbins og Sammy Faina hava skrivað tekstin. "The Rescuers" var ein av teimum best umtóktu filmunum í 1977. Filmurin gav 39 milliónir 215.869 amerikanskir dollarar í vinningi kring heimin. Ein framhaldsfilmur, "The Rescuers Down Under" ("Bjargararnir í Avstralia"; danskt heiti: "Bernard og Bianca: SOS fra Australien"), varð sýndur í biografunum í 1990. Søgugongd. Filmurin snýr seg um tvær mýs, ið eita Bernard og Bianca. Hesar bjarga gentuni Penny, ið var blivin burturførd av smúkkutjóvinum Madame Medusa. Pinocchio (1940 filmur). "Pinocchio" er ein amerikanskur Walt Disney teknifilmur frá 1940. Hann er annar filmurin í røðini av teimum klassisku Disney teknifilmunum og byggir á skaldsøguna við sama heiti hjá Carlo Collodi. Filmurin varð gjørdur sum svar uppá "Snjóhvítu og teir sjey dvørgarnir" hjá Disney, sum hepnaðist so væl. "Pinocchio" vann tvær Oscar-virðislønir fyri besta filmstónleik og besta sang fyri sangin "When You Wish Upon a Star". Roger Federer. Roger Federer (Týskt: Roger Federer), (føddur 8. august 1981 í Basel) er ein tennisleikari úr Sveis. Hann hevur eitt nú vunnið 17 Grand Slam heiti. Hin 2. februar 2004 gjørdist hann nummar eitt á ATP Tour. Federer verður av nógvum hildin at vera hin besti tennisleikarin síðan Pete Sampras, og hann var nummar 1 á heimsranglistanum í 237 vikur á rað, sum er met, til hann í august 2009 bleiv yvirhálaður av Rafael Nadal. Federer hevur fýra ferðir luttikið á Olympisku leikunum, hann luttók á Summar-OL 2000, á Summar-OL 2004, Summar-OL 2008 og Summar-OL 2012. Hann vann eitt silvur heiðursmerki á Summar-OL 2012 í einmannsleiki og gull í tvímansleiki á Summar-OL 2008. The Fox and the Hound. "The Fox and the Hound" ("Revurin og jagthundurin", danskt heiti: "Mads og Mikkel") er ein amerikanskur teknifilmur frá 1981, sum leysliga byggir á skaldsøguna hjá Daniel P. Mannix við sama heiti. Filmurin er framleiddur av Walt Disney Productions og varð frumsýndur fyrstu ferð í Amerika hin 10. juli 1981 og 30. juni 1995 í Danmark. Filmurin er tann 24. í røðini av teimum klassisku teknifilmunum frá Disney. Filmurin er leikstjórnaður av Ted Berman, Richard Rich og Art Stevens og røddirnar eiga: Mickey Rooney, Kurt Russell, Pearl Bailey, Jack Albertson, Sandy Duncan, Jeanette Nolan, Pat Buttram, John Fiedler, John McIntire, Dick Bakalyan, Paul Winchell, Keith Mitchell og Corey Feldman. Til donsku útgávuna av filminum vóru tað eitt nú hesir sjónleikarar, ið leggja røddir til filmin: Claus Ryskjær, Jess Ingerslev, Lone Kellermann, Hugo Herrestrup, Kirsten Hansen-Møller, Elin Reimer, Poul Thomsen, Hannibal Nielsen og Kim Soya Barkung. Filmurin var ein av teimum best umtóktu filmunum í 1981. Filmurin gav 39 milliónir 900.900 amerikanskir dollarar í vinningi kring heimin. Filmstónleikurin bleiv skrivaður av Buddy Baker, meðan Richard Johnston, Richard Rich, Jim Stafford og Jeffrey Patch hava skrivað tekstin. Filmurin varð útgivin av nýggjum til sýning í biografunum 25. mars 1988. Filmurin varð fyrstu ferð útgivin í 1994 á VHS-bandi í USA. Í 2000 varð hann útgivin á DVD. Tá filmurin kom út, var tað tann mest kostnaðarmikli at framleiða til tá, filmurin kostaði tá 12 milliónir amerikanskir dollarar. Ein beinleiðis-til-video framhaldsfilmur, "The Fox and the Hound 2" (danskt heiti: "Mads og Mikkel 2"), kom út sum DVD í 2006. Søgugongd. Filmurin snýr seg um eitt ómakað vinapar, ein reyðan rev, sum eitur Tod (í donsku versjónini: Mikkel) og ein blóðhund, sum eitur Copper (í donsku versjónini: Mads). Teir báðir kempa fyri at varðveita vinarlagið. Teir gjørdist vinir, sum heilt ungir. Vinskapur teirra verður seinni hart roynt, tí at Copper verður vandur til at gerast ein jagthundur. Kaj Joensen. Kaj Joensen úr Vági er maskinmeistari, stjóri og uppfinnari. Í 2008 stovnaði hann fyritøkuna Faroe Maritime Technic. Kaj hevur arbeitt við at menna ein oljuskiljara, sum kann skilja vatn frá oljuni, sum liggur í kjølinum á einum skipi. Oljuskiljarin verður á enskum nevndur Oil Conveyor. Oil Conveyor-skipanin virkar upp á tann mátan, at eitt flutningsband niðri í kjølinum á skipinum koyrir alla tíðina, so oljan so hvørt verður tikin úr kjalarvatninum og pumpað í eitt settlings-rør, har olja og vatn verða skild sundur. Tað reina vatnið fer so aftur í kjølin og oljan í spilloljutangan. Hann hevur fingið patent uppá hetta uppfinnilsi í Evropa, og í mars 2013 fekk hann eisini patent í USA. Kaj er pápi Føroya higartil besta svimjara, Pál Joensen. Patrícia de Sabrit. Patrícia Renaux Chamagne de Sabrit (fødd 27. apríl 1975 í São Paulo) er sjónleikari úr Brasil. Hon hevur spælt við fleiri sjónvarpsframleiðslum og á palli. P/F Televarpið. Televarpið bjóðar sjónvarp til føroyska húsarhaldið. Síðan stovnan hevur Televarpið lagt stóran dent á at veita eitt breitt úrval av sjónvarpsrásum og pakkum settum saman á ein hátt, soleiðis at flestu føroyingar kunnu finna eina loysn, ið hóskar. Úrvalið fevnir bæði um rásir, ið verða sendar við talgilda sendinetinum, umframt tær, ið verða sendar við internetinum (IPTV). Televarpið hevur Eitt samstarv við fylgisveinin Canal Digital/Telenor og (Viasat/MTG). Tískil keypur Televarpið rættindi t.d KANAL 4, KANAL 5 og 6'eren (6'arin) frá Discovery Networks. Men av tí at Føroyar er eitt leyst land, má Televarpið transmitta signalið frá fylgisveininum hjá Telenor. Tað merkir í stuttum, um Canal Digital skiftur sendi format, ella lukkar eina rás, sum Televarpið hevur, so verður Televarpið eisini noyddir at lukka rásina. Televarpið er gjørt til teirra, sum vilja sleppa av við Parabol. Og Televarpið røkkir út til 98% av húsarhaldum í dag. Søgan. Televarpið varð stovnað í juli 2002 og byrjaði at senda fylgissveinasjónvarp 5. desember 2002. Fyritøkan er eitt dótturfelag hjá Føroya Tele. Televarpið heldur til í Klingruni 1 í Hoyvík. Í løtuni (2013) røkkur talgilta (digitala) sendinetið hjá Televarpinum út til uml. 94% av føroysku húskjunum. Televarpið er farið at senda rásirnar frá Viasat og Canal Digital í tí sokallaða MPEG4. Fyri at kunna bjóða fleiri talgiltar rásir og fyri at geva møguleika fyri HD rásum, hevur Televarpið valt at skifta frá MPEG-2 til MPEG-4 tøkni. Skiftið yvir til MPEG-4 merkir í stuttum, at brúkarin fær fleiri rásir, samstundis sum MPEG-4 loyvir betri myndagóðsku. Fríggjadagin 18. januar 2013 skrivaði Televarpið á heimasíðu teirra: Televarpið leggur í hesum árinum alt sítt sendinet um til MPEG-4. Neyðugt er tí hjá nøkrum brúkarum at skifta gomlu útgerðina út. Hetta verður gjørt fyri at fáa pláss fyri fleiri rásum, myndagóðskan verður betri, og møguleiki fæst at senda HD. DR Ramasjang, MTV, Discovery Channel, Visjon Norge, Viasat Film, Viasat Film Action, Viasat Film Drama og Viasat Film Family. Umframt hesar kemur ein nýggj rás við VH1 og Nick Jr, ið verður partur av Bláum haldi og Ælaboga haldi. Disney Channel, Eurosport, Animal Planet, TV3 Sport 1, 6'eren og TV2 National Geographic, BBC World, BBC Entertainment, Kanal 4, Kanal 5, TV3+, KVF, DR1, DR2, NRK1, TV3, TV3 PULS, Rás 1. Við Ælaboga+ kemur sjónvarp út gjøgnum IP, tað merkir at fólk kunnu síggja sjónvarp gjøgnum telefonstikk ístaðin fyri at hava antennu sum kan svíkja. Í 2013 eru tvær nýggjar rásir frá Viasat/Modern Times Group komnar inn, og tær eita Nick Junior/VH1 og TV3 Sport 2. Nick Jr/VH1 senda soleiðis: Nick Junior sendir frá 05:00 - 17:00 og VH1 sendir restina av tíðini. Tíðindaskriv 14-01-2013. Síðan Televarpið fór at senda talgilt sjónvarpssignal út í føroysku stovurnar, hevur sonevnd MPEG-2 tøkni verið brúkt. Hetta var tann tøknin, sum var til taks, og hon hevur nøktað tørvin higartil. Menningin á sjónvarpsøkinum ger tó, at nú verður neyðugt at leggja um til MPEG-4. Orsøkin til, at hendan avgerðin er tikin, kemst millum annað av, at tað verður gjørligt at økja talið av sjónvarpsrásum, sum verða sendar umvegis Televarpið. Hevur tú eina av teimum gomlu boksunum, sum bara móttaka MPEG-2, er tískil neyðugt at skifta hana út við ein MPEG-4 móttakara. Hevur tú longu eina televarpsboks, ið hevur MPEG-4, fert tú einki at merkja til umleggingina, annað enn at dygdin á myndini verður betri. Við tíðini gevur hetta eisini møguleika fyri at senda fleiri rásir á Televarpinum, eins og møguleiki verður fyri at senda í HD. Hevur títt sjónvarp innbygdan MPEG-4 móttakara, er heldur ikki neyðugt at ogna tær eina MPEG-4 boks. Tilgongdin at leggja um til MPEG-4 byrjaði í 2012 og heldur nú fram. Konverteringin verður gjøgnumførd í hesum árinum í trimum umførum. Fyrsta umfarið verður í mars mánaði, har tríggjar rásir verða konverteraðar, og ein kemur aftrat úrvalinum. Seinna umfarið verður í mai mánaði, og síðsta umfarið verður í august mánaði, har restin av rásunum verða lagdar um til MPEG-4. Televerpið fer at lýsa so hvørt við, hvørjar rásir talan er um, og samstundis verða góð tilboð at fáa í Telebúðunum, har til ber at ogna sær nýggjan móttakara. Ivast tú í, um tín móttakari klárar MPEG-4 í dag, kanst tú fara á rásina Visjon Norge, sum longu er konverterað til MPEG-4. Sært tú hana ikki, mást tú skifta. Telebúðirnar upplýsa eisini nærri, um tú ivast í, hvørt tú skalt skifta móttakara. SIC. SIC er eitt føroyskt heavy metal-orkestur úr Havn, sum varð stovnað í 2002. Søga. Sic varð stgovnað í 2002 av guitarleikaranum Eddie Jacobsen og trummuspælaranum Kára Skibenæs. Í 2003 gjørdist Mikkjal G. Hansen partur av Sic, og í februar 2005 komu Magnus Hansen, trummusláari, Frans Arge Galán, guitaristur og Gudmar Hansen, bassistur afturat. Kári fór úr bólkinum í 2005, Meinhard Joensen spældi bass frá 2003 til 2005. Magnus Hansen gavst í 2009, í staðin kom Dennis Buhl við sum trummusláari í 2010, Dennis er fyrrverandi limur í danska death og trash metal bólkinum Hatesphere. Í 2007 útkom fyrsta fløgan hjá SIC, "Pandemonium", eftir at teir høvdu samstarva við tónleikaframleigaran Tommy Hansen í Jailhouse Studios, í Danmark. Fløgan fekk positiv ummæli úr londum sum Peru, Týsklandi, Noregi, Danmark, Grikkalandi, Stóra Bretlandi og USA. Í november 2007 settu teir í SIC Orpheus Spiliotopoulos í starv sum teirra umboðsmann (Scar of The Sun, Kinetic, ex-Dreamtone & Iris Mavraki's Neverland). Sama mánaðin vóru upptøkur gjørdar í Grikkalandi av SIC til teirra annað tónleikfilmslag, "Rosegarden In Hell" við grikska filmsframleiðaranum Achilleas Gatsopoulos sum fyrr hevði leikstjórnað film til sangin "Monochromatic Stains" hjá Dark Tranquillity. Hann hevði eisini arbeitt innan tað listarliga økið við filmum sum Charlie and the Chocolate Factory og Harry Potter and the Prisoner of Azkaban (Harry Potter og fangin úr Azkaban). Videolagið varð frumsýnt á MTV Denmark'sa "Headbanger's Ball" hin 13. apríl‎ 2008. Í 2009 og 2010 var SIC tilnevnt føroyskar Planet Awards, men vunnu tó ikki. Í mars 2013 spældu teir í Sjónleikahúsinum í Havn til Wacken Metal Battle Føroyar 2013, sum var ein kapping um at sleppa at spæla í Týsklandi á tí stóra Wacken Metal Battle Festivalinum. Tað endaði við at SIC vann kappingina í Føroyum, og sleppa teir sostatt við til kappingina í Týsklandi. Guilhermina Guinle. Guilhermina de Oliveira Sampaio Guinle (fødd 26. juli 1974 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Jógvan og Terji. Jógvan og Terji er ein føroyskur blues tónleikabólkur. Teir eru: Terji Messell og Jógvan Funding Madsen. Frans pávi. Frans 1. pávi (latín Franciscus) varð føddur 17. desember 1936 í býnum Buenos Aires í Argentina sum Jorge Mario Bergoglio. Pávin, sum tekur við eftir Bænadikt sekstanda, er nummar 266 í røðini av pávum. Hann er 76 ára gamal, úr Argentina og er fyrsti pávi í søguni úr Suðuramerika og tann fyrsti uttanfyri Evropa í yvir 1000 ár. Frans pávi hevur gjørt vart við seg sum ein fólksligur, einfaldur og vinaligur pávi, og av tí sama er hann ógvuliga vælumtóktur millum fólk. Ofta hava fleiri enn 100.000 fólk verið á torginum sunnudagar, tá pávin heilsar fjøldini. Meir enn 6,6 milliónir fólk sóu og hoyrdu Frans páva í Vatikaninum frá mars 2013, tá hann varð valdur. Til samanberingar sóu og hoyrdu 2,3 milliónir fólk undanmannin Bænadikt páva. Jon Hestoy. Jon Hestoy er ein fyrrverandi elitusvimjari av Tvøroyri og stjóri á. Hann er fyrrverandi formaður í Svimjisambandi Føroya. Jon var besti føroyski svimjarin, tá hann svam sum ungur. Hann gjørdi seg eisini bemerktan á skemtiligan hátt, eitt nú við at seta tvey óalmenn donsk met, tað eina við at eta so nógvir fløtabollar sum møguligt uppá akrir minuttir, og eitt annað met í at svimja longst í 24 tímar. Einaferð hevði hann meldað seg til DM í 1500 m frí, men ístaðin fyri at svimja frísvimjing, so svam hann firvaldasvimjing allan teinin. Familja. Synir hansara, Bartal Hestoy og Dánjal Hestoy, eru eisini svimjarar. Dánjal vann 4 heiðursmerki í liðkappingum á Oyggjaleikunum á Isle of Wight 2011. Bartal hevur eitt sett føroysk met á svimjistevnum í Íslandi í 2013 og vunnið gull heiðursmerki. Bróðir og systir Jon, Heine Hestoy og Ingrid Hestoy eru rithøvundar. Ove Sprogøe. Ove Wendelboe Sprogøe Petersen (21. desember 1919 í Odense – 14. september 2004 í Tårnby á Amager) var ein danskur sjónleikari. Hann var eitt nú kendur fyri sín leiklut sum Egon Olsen í Olsen Banden og sum "Doktor-Hansen" í sjónvarpsrøðini Matador. Løgtingsvalið 1906. Løgtingsvalið í Føroyum í 1906 varð hildið hin 18. juli 1906. Politisku flokkarnir vóru ikki stovnaðir tá, so talan var um at velja persónar, ikki flokkar, men Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vóru stovnaðir seinni hetta árið. Eftir at hesir báðir flokkarnir vóru stovnaðir, valdur allir løgtingslimirnir at gerast limur í øðrum av hesum báðum flokkunum, soleiðis at man fekk eina skipan við tveimum flokkum. Flokkarnir vóru ósamdir um tilknýtið til Danmark. Løgtingið hevði 20 løgtingslimir í 1906. Løgtingsvalið 1908. Løgtingsvalið í Føroyum í 1908 varð hildið hin 2. februar 1908, men bert í sunnara parti av Føroyum. Úrslit. Sambandsflokkurin var framhaldandi størsti flokkur á Føroya Løgtingi, við 13 av teimum 20 sessunum. Løgtingsvalið 1990. Løgtingsvalið í Føroyum 1990 varð hildið 17. november 1990. Løgtingsvalið 1988. Løgtingsvalið í Føroyum 1988 varð hildið hin 8. november 1988. Framsóknarflokkurin stillaði upp fyri fyrstu ferð. Fólkatingið. Fólkatingið er tað lóggevandi tingið í Kóngsríkið — Danmark verður saman við Føroyum og Grønlandi. Frá 1849 til 1953 var fólkatingið eitt av tveimum kømrum í ríkisdegnum; hitt kamarið var landstingið. Síðan 1953 hevur fólkatingið havt eina eittkamarsskipan. Fólkatingið heldur til á Christiansborg í Keypmannahavn og hevur 179 fólkatingslimir, harav tveir limir eru úr Føroyum og tveir eru úr Grønlandi. Fólkatingslimirnir verða valdir í 19 valdømum í Danmark. Føroyar og Grønland velja sínar limir við egnum valum. Fólkatingslimirnir eru valdir fyri eitt fýraára tíðarskeið. Arbeiðið í fólkatinginum verður leitt av einum presidium, sum umframt fólkatingsformannin, ið verður valdur av fólkatinginum fyrst í skeiðnum, hevur upp til fýra varaformenn. Eftir eitt fólkatingsval skal ein ella fleiri flokkar skipa samgongu, og síðan verða nevndir valdar. Allir fólkatingslimir kunnu koma við lógaruppskotum, sum síðan verða viðgjørd lutvíst í fólkatingssalinum við fyrstu, aðru og triðju viðgerð, og lutvíst í nevndunum. Løgtingslimir í Føroyum 1998–2002. Tað vóru 32 limir í Løgtinginum millum løgtingsvalini í 1998 og 2002. Fastir tinglimir. Her verður roknað við øllum valdum løgtingslimum umframt varalimum, ið møttu fast t.d. fyri landsstýrisfólk, sum vóru vald í løgtingið. Flemming Mikkelsen. Flemming Mikkelsen (føddur 21. november 1930 í Vági) er ein fyrrverandi føroyskur politikari. Hann var býráðslimur í Vágs býráð frá 1976 til 1984. Hann sat á Løgtinginum fyri Suðuroynna frá 1978 til 1994, og aftur frá 1998 til 2002. Løgtingsins Fíggjarnevnd. Løgtingsins Fíggjarnevnd ("Fíggjarnevndin") er tann løgtingsnevndin sum viðgerð fíggjar-, búskapar-, skatta- og avgjaldsmál í Løgtinginum. Olaf Halvorsen. Olaf Halvorsen (1913-1993) var lækni undir klaksvíksstríðnum, tað var hann, ið var orsøk til, at stríðið byrjaði. Klaksvíkingar dámdu hann væl sum lækna og vildu ikki av við hann, tá ið ein annar varð settur í starv í staðin, orsakað av at Halvorsen ikki var limur í danska læknafelagnum, sum var eitt krav fyri at fáa fast starv á sjúkrahúsinum. Klaksvíksstríðið vardi frá 1951 til 1955, tá Halvorsen var farin av landinum aftur. Halvorsen var dani. Hann misti pápan, tá hann var bert tvey ára gamal, og mammuna, tá hann var fimm ára gamal. Hann bleiv síðan uppfostraður hjá ommu og abba sínum. Hann var útbúgvin lækni í 1939. Halvorsen flutti til Klampenborg eftir klaksvíksstríðið og starvaðist har sum lækni, til hann fór frá vegna aldur. Hann andaðist í 1993, 80 ára gamal. Løgtingsins vinnunevnd. Løgtingsins vinnunevnd ("Vinnunevndin") er tann nevndin í Løgtinginum, sum viðgerð mál sum hoyra undir fiskivinnu, alivinnu, ídnað, landbúnað, umhvørvi, samferðslu, orku, oljuvinnu, handil og samskifti. Í 1990-árunum vóru fleiri nevndir lagdar saman við Vinnunevndini, sum síðan er Vinnuvendin, sum vit kenna hana í dag. Nevndin hevur nú sjey limir. Nevndin kann bert taka til viðgerðar tey mál, sum sambært avgerð løgtingsformansins eftir § 40 og § 43 eru beind nevndini til viðgerðar. Holger Juul Hansen. Holger Juul Hansen (14. august 1924 í Nyborg – 19. mars 2013 í Keypmannahavn) var ein danskur sjónleikari og upplesari av ljóðbókum. Lívsleið innan sjónleik á leikpallum og í sjónvarpi. Frá sjónvarpi minnast fólk hann best fyri hansara leiklut í sjónvarpsrøðini "Matador", har hann spældi tann konservativa bankastjóran Varnæs, og fyri hansara leiklut í "Riget" og "Riget II", har hann spældi yvirlæknan Moesgaard. Ríkið. Ríkið (dansk: "Riget") er ein danskt-framleidd sjónvarpsrøð í 8 pørtum, skapað í 1994 av Lars von Trier og samframleidd av Lars von Trier og Morten Arnfred. Teir fyrstu fýra partarnir vóru vístir á DR1 frá 25. november til 15. december 1994 og hinir partarnir, við heitinum "Riget II", vóru vístir frá 24. november til 15. desember 1997. Sjónvarpsrøðin varð eisini víst í Føroyum hjá Kringvarpinum. Leikgongdin gongur fyri seg á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, sum av mongum verður nevnt "Riget", harav kemur eisini heitið á sjónvarpsrøðini. "Ríkið" hevur vunnið fleiri virðislønir, eitt nú fýra Bodil virðislønina og seks Robert virðislønina. Paschalis Terzis. Pashalis Terzis syngur her saman við Helenu Paparizou Paschalis Terzis (grikskt mál: Πασχάλης Τερζής) er ein grikskur sangari. Hann varð føddur í Pylaia, sum er ein forstaður til Thessaloniki í økinum Norðurgrikkaland. Sum tannáringur fór hann at syngja saman við vinmonnum sínum. Eftir at hann flutti til Athen at búgva, fór hann at framføra sum backing sangari í vælumtóktum tónleikahøllum við kendum grikskum sangarum frá 1960'árunum, eitt nú Jenny Vanou. Síðan 1980'árini, hevur Terzis tikið upp fleiri tónleikaútgávur, harav fleiri eru vælumtóktar enn í dag. Hann er enn ein populerur sangari, gevur út nýggjar fløgur, framførir á kendum tónleikastøðum í Athen og Thessaloniki, og luttekur í fleiri talk show'um. Í 1994, 1995, 1996 samstarvaði hann við kenda sangskrivaran Phoebus. Veturin 2006–2007, hevði Paschalis Terzis eina tónleikaskrá saman við Elena Paparizou og Nino Ksipolitas á Iera Odos. Dóttir hansara Gianna Terzi er eisini sangari. Elena Paparizou. Eleni "Elena" Paparizou (grikskt mál: Έλενα Παπαρίζου) (fødd 31. januar 1982 í Göteborg), í øðrum londum enn Grikkalandi best kend sum Helena Paparizou, er ein svensk-griksk songkvinna. Hon er uppvaksin í Svøríki, men hevur griksk foreldur. Hon syngur á grikskum og enskum. Í 2005 vann hon sangkappingina Eurovision Song Contest fyri Grikkaland. Marius Ziska. Hans Marius Weihe Ziska er ein føroyskur tónleikari, sangskrivari og sangari. Hann frammførir bæði sum einstaklingur og í tónleikabólkum, eitt nú í bólkinum Marius. Hansara tónleikalívsleið byrjaði, tá hann sum 16 ára gamal luttók í Prix Føroyar við Flux. Síðan hevur hann framført á konsertum og tónleikafestivalum bæði í Føroyum og í øðrum londum, eitt nú í Danmark og Týsklandi. Tað var við sigrinum í føroysku GBOB kappingini, at Marius veruliga gjørdist kent navn millum føroyingar. Í GBOB heimsfinaluni í London fekk bólkurin eitt deilt sætta pláss. Marius gjørdist besti norðurlendski bólkur framman fyri Noreg, Svøríki, Danmark, Finnland og Ísland. Hetta var við til at gera, at Marius var í uppskoti til planetirnar fyri besta nýggja bólk og besta bólk á Planet Awards hetta árið. Marius. Marius er ein føroyskur tónleikabólkur. Í november 2005 vann bólkurin føroysku GBOB kappingini, og tá gjørdist Marius eitt kent navn millum føroyingar. Í GBOB heimsfinaluni í London í desember 2005 fekk bólkurin eitt deilt sætta pláss. Marius gjørdist besti norðurlendski bólkur framman fyri Noreg, Svøríki, Danmark, Finnland og Ísland. Hetta var við til at gera, at Marius var í uppskoti til planetirnar fyri besta nýggja bólk og besta bólk á Planet Awards hetta árið. Marius hevur framført á festivalum og konsertum bæði í Føroyum og í øðrum londum. Eitt hava teir fleiri ferðir framført á føroyska G! Festivalinum. Hotel Transylvania. Hotel Transylvania er ein animeraður Sony Pictures Animation familjufimur í 3D. Søgugongd. Hotel Transylvania er ein filmur um eitt hotell, ið eitur Hotel Transylvania, sum Dracula eigur. Har búgva nógv monstur t.d. Frankenstein og kona hansara, ein mumia, ein gjøgnumsiktigur maður og mong onnur. Tey eru øll komin í føðingardagin hjá dóttir Dracula, ið er blivin 118 ár. Men ímeðan øll ræðandi monstrini enn eru á hotellinum, kemur eitt fólk har. Monstrini eru bangin fyri fólkum, men hetta fólkið er íklætt sum eitt monstur. Bara Dracula veit, at eitt menniskja er á hotellinum. Sverre Midjord. Sverre Ingolf Midjord (føddur 2. apríl 1933 á Tvøroyri, deyður 10. oktober 2016 á Tvøroyri) var ein føroyskur skrivstovumaður, ítróttamaður og politikari (Javnaðarflokkurin). Hann var virkin innan borðtennis, fótbólt og hondbólt í nógv ár. Han sat í stjórnini hjá ÍSF í meira enn 40 ár. Hann vaks upp hjá ommu og abba sínum, Juliu og Poul J. Midjord. Hann var aktivur innan ítróttin á Tvøroyri, hann íðkaði bæði borðtennis, hondbólt og fótbólt. Hann gjørdist føroyskur meistari í hondbólti við Tvøroyrar Bóltfelag í 1953. Seinni var hann venjari hjá 1. deild í fótbólti 1968–1971, og formaður í felagnum 1970–1972. Hann starvaðist á posthúsinum á Tvøroyri 1950–1969, og frá 1969 til hann kom til pensjónsaldur á Toll- og Skattstovu Føroya á Tvøroyri. Sverre var býráðslimur í Tvøroyrar býráð 1966–1984 og 1989–2008, hann var borgarstjóri 1967–1984. Hann varð valdur inn á Løgtingið fyri Suðuroyar valdømi 1978–1980, 1990–1994 og 2004–2008, og møtti fast fyri Atla Dam 1975–1978 og 1985–1988. Fiskaaling. Fiskaaling er eitt slag av havbrúki, har man alir upp ymisk sløg av fiski við tí endamálið at framleiða føði, sum oftast er talan um mannaføði, men djóraføði verður eisini framleidd úr alifiski. Alifiskur ið verður útfluttur úr einum landi í annað ella onnur lond, má verða fysta flokks vøra. Man veit um fiskaaling langt aftur í tíðina, heilt aftur til umleið 2500 fyri Krist í Kina. Í Føroyum er laksaaling tað sum er mest vanligt og sum higartil hevur havt best úrslit. Laksaaling er ein sera týðandi partur av føroyskum útflutningi. Fiskaaling verður brúkt kring allan heimin bæði í feskum vatni og í sjónum. Tá talan er um aling av sjónum, so er tað sum oftast inni á firðum og vágum, ið alingin fer fram og har bestu úrslit fáast. Fiskaaling P/F. Fiskaaling P/F (enskt heiti: Aquaculture Research Station of the Faroes) er ein føroysk fyritøka, sum varð stovnað í 1970. Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. Nevndin. Nevndin í P/F Fiskaaling verður vald av landstýrismanninum í vinnumálum, meðan starvsfólkini í felagnum velja eitt umboð. Hotel Skálavík. Hotel Skálavík á sumri 2012 (Depilin í Skálavík) Hotel Skálavík (fyrr Depilin í Skálavík) er ein frítíðar- og skeiðsdepil, sum liggur í bygdini Skálavík á Sandoynni. Hotellið hevur fleiri kømur, matstovu, fleiri fundarhøli, uttandura hitapottar, spælirúm við hoppiborgum og ymiskt annað. Depilin er ætlaður einum breiðum skara av fólki, eitt nú kann hann brúkast til starvsfólka- og skeiðsdagar, veitslur, legur, seturskúlar, møtir og gisting. Tey bjóða seg fram til virkir, stovnar, familjur, ferðafólk, kirkjur og samkomur. Søgan. Tað vóru hjúnini Eiler og Beinta Jacobsen, ið avgjørdu at geva heimbygdini eina serstaka gávu. Ein grunnur varð stovnaður til endamálið, og so varð farið í holt við at gera dreymin til veruleika. Eiler andaðist í 2010 og náddi tí ikki at síggja Depilin lata upp í mai 2011. Men kona hansara, Beinta, var við til hátíðarløtuna og helt røðu. Depilin byrjaði sítt virksemi í juni 2011. Depilin eitur eisini: Skeiðs- og frítíðardepilin Immanuel. Navnið Immanuel er uppkallað eftir sluppini Immanuel, sum pápi Eiler gekk burtur við í 1932, tá Eiler bert var tvey ára gamal. Ein minnisvarði er bygdur tætt við Depilin, við innkoyringina. Gøtan har Depilin er bygdur er uppkallað eftir Eiler Jacobsen, sála, gøtan eitur Eiler Jacobsens gøta. Virkemi eydnaðist somikið væl tað fyrsta árið, at vøksturin frá summarinum 2011 til summarið 2012 var á 100% sambært heimasíðuni hjá Deplinum. Grunnurin sum eigur og rekur Depilin hevur tí gjørt av, at tey fara at byggja út soleiðis at 480 fermetrar koma afturat, harav umleið 60 fermetrar fara til nýtt vaski- og goymslurúm. Ein kamarslon verður bygd afturat, sum hevur 13 kømur 13, leiðaraíbúð og eina havastovu. Við útbyggingini verða tað tilsamans 26 kømur við møguleika hjá 100 fólkum at gista. Undirveitarar í byggiverkætlanini eru Finnleif Fagradal (útgrevstur og byggibúgving), Bulur (betong og timbur), Sp/f Kristian Nielsen v/ Atla Nielsen (el-arbeiðið), Rólant Hvitfeldt (kloakk og HVS) og Eivind Kolden (gólválegging, vátrúm og máliarbeiðið). Nýggja kamarslonin verður eftir ætlan tikin í nýtslu um hálvan mai 2013. Smyril Line yvirtekur raksturin. Í 2015 yvirtók Smyril Line raksturin av Deplinum í Skálavík, ið samstundis broytti navn til Hotel Skálavík. Tað gekk illa at fáa raksturin at bera seg, og tí heittu eigararnir av Deplinum á Smyril Line um at reka hann framyvir. Smyril Line yvirtók raksturin frá 23. mars 2015. Hotellið hevur 25 kømur umframt fundarhøli, matstovu, veitsluhøli, biograf og allar hentleikar til ráðstevnur. Eisini eru tvey stór høli, ið kunnu leggjast saman at rúma upp til 500 gestum. Tíðliga í september 2019 boðaði Smyril Line frá, at avgerðin er tikin um at lata hotellið aftur fyri almenninginum frá mánadegnum hin 9. desember í ár at rokna. Marisa Orth. Marisa Domingos Orth (fødd 21. oktober 1963 í São Paulo) er sjónleikari úr Brasil. Varg Vikernes. Varg Vikernes (føddur Kristian Vikernes, 11. februar 1973, uttanfyri Bergen) er ein norskur tónleikari, ið gjørdi vart við seg í svartmálmsumhvørvinum í Noregi fyrst í nítiárunum, og varð tíðum ummældur í fjølmiðlunum. Hann varð dømdur fyri morðið á Øystein Aarseth og var settur í samband við fleiri kirkjubrenningar. Varg Vikernes er stovnari og einasti tónleikari í tónleikaverkætlani Burzum. Hann hevur útgivið fløgur innan fyri fleiri tónleikagreinum, serliga innan svartmálmi. Meðan hann sat í geglinum, hevði hann ikki atgongd til ljóðføri og spældi á ljóðborði. Tónleikaútgávur. " Aðrar útgávur (við øðrum): " Obi-Wan Kenobi. Obi-Wan Kenobi er ein karakterur (figurur) í Star Wars universinum. Hann er ein av fleiri høvuðs-karakterum í Star Wars røðunum. Saman við Anakin Skywalker (Darth Vader), R2-D2 og C-3PO, er hann ein av bara fýra karakterum, ið koma fyri í øllum seks Star Wars filmunum. Í upprunaligu triologiini verður hann spældur av Alec Guinness, og í prequellinum verður hann spældur av Ewan McGregor, og í Star Wars filminum The Clone Wars og sjónvarpsrøðini av sama navni leggur James Arnold Taylor rødd til hann. Nikosia. Nikosia (grikskt: "Λευκωσία" (Lefkosia), turkiskt: "Lefkoşa") er høvuðsstaður á Kýpros. Nikosia liggur mitt á oynni við ánna Pedieos. Býurin liggur á markinum millum syðra part av Kýpros, har meirilutin av íbúgvunum eru griksttalandi kýpriotar, og Norður Kýpros, sum er hersett av Turkalandi og einans viðurkent sum land av Turkalandi. Býurin Nikosia varð í 1974 býttur sundur í ein syðra part, sum hoyrir til Lýðveldi Kýpros og ein norðara part, sum hoyrir til ikki viðurkenda Norður Kýpros. Í 2011 búðu 239.277 fólk í syðra partinum, meðan fólktalið í norðara partinum av býnum var 71,078 í 2006. Nikosia er tann búskaparligi, politiski og mentanarligi miðdepilin á Kýpros. Eftir at Berlinmúrurin fall, er Nikosia einasti høvuðsstaður í heiminum, ið er býttur sundur í tveir partar. Býurin er skildur sundur av einari sonevndari grønari linju, har friðarvarðveitandi herdeildir hjá ST halda vakt. Henda linjan gongur gjøgnum ein stóran part av oynni og er 180 km long. Økið byrjar í útnyrðings partinum av oynni tætt við Kato Pyrgos, økið gongur síðan gjøgnum høvuðsstaðin Nikosia og endar í landssynnings partinum av oynni beint sunnanfyri havnabýin Famagusta. Ólavur Klakk. Ólavur Klakk (føddur 10. desember 1949 í Klaksvík, deyður 31. mars 2013) var ein føroyskur tónleikari, sangari og sjónleikari. Hann andaðist 63 ára gamal 1. páskadag hin 31. mars 2013. Ólavur starvaðist í 45 ár hjá Føroya Bjór í Klaksvík, 45-ára starvsdagurin varð hátíðarhildin. Ólavur dámdi sera væl Elvis Presley og kalla seg onkuntíð Ólavur Presley. Longu í 1972 gjørdist hann limur í tónleikabólkinum "Ólavur Presley And His Dirty Rag Rags", hann var forsangari í bólkinum. Bólkurin hevur nógv ár á baki og framførdi fyri seinastu ferð á einum festivali, tá teir framførdu á Summarfestivalinum í 2012, teir framførdu eitt nú sangin Fepur og Rag Rags Rock. Ólavur var eisini virkin sum sjónleikari í Klaksvík og framførdi ofta saman við Rudolf Joensen og øðrum á palli har norðuri. Hákun Magnusson. a>. Ennisbandið við rósumynd sýnir hertogatign hansara.) Grøvin har Kong Hákun 5. Magnusson liggur grivin. Hákun Magnusarson V ella Hákun 5. Magnusson (føddur 1270 í Noregi, deyður 8. mai 1319 í Tønsberg í Vestfold) var kongur Noregs frá 1299 til 1319. Hann var sonur Magnus Hákunarson Lógbøtara (1238–1280) og Ingeborg av Danmark (d. 1287). Hann vaks upp í Oslo og varð hertogi á formligan hátt í 1273 (í roynd og veru í 1284). Hákun gjørdist norskur kongur eftir bróðurin Eirik Magnusson í 1299 og var kongur Noregs til hann doyði í 1319. Hákun var seinasti maður av Sverrisættini. Hann er eitt nú kendur fyri at lata byggja Akershus borgina, Vardøhus borgina og Bohus borgina. Sum hertogi setti Hákun tann 28. juni 1298 seyðabrævið í gildi, t.v.s. rættarbót viðvíkjandi búnaðarviðurskiftunum í Føroyum. Rastafarilæran. a>i, men rastafarianar eru í mongum øðrum londum. Rastafarilæran tók seg upp ímillum tey fátæku í Kingston í Jamaika í 1930-árunum. Tey, ið taka undir við hesari læru, halda, at Haile Selassie (1892-1975), sum var keisari í Etiopia, var ein gudur. Tey trúgva eisini, at Gud (Jah) skal føra tey aftur til Etiopia, hitt lovaða landið. Ras Tafari (Haile Selassie) ráddi í Etiopia tey árini, óteljandi afrikonsk fólkasløg vórðu kúgað um allan heim. Hjá mongum menniskjum í Karibia gjørdist hann ímynd um betri kor. Tey blandaðu saman frásøgur úr Bíbliuni og ynski og dreymar sínar og hildu, at svarta ættarslagið var útvalt fólk, ið hevði tolt nógv, men at Haile Selassie nú skuldi bjarga teimum og føra tey heim aftur til eitt betri lív í Afrika. Tey nevndu seg rastafarianar, eftir honum. Síðan í 1970-árunum er reggaetónleikurin, sprottin úr rastafarilæruni, farin um allan heim. Rastafarianar eta vanliga ikki svínakjøt, eru ímóti harðskapi og ganga við síðum flættum. Klæði teirra eru mest grøn, gul og reyð, ið eru litirnir í tjóðarmerki Etiopia. Dupultkvartettin í Ebenezer. Dupultkvartettin í Ebenezer er eitt føroysk manskór mannað av átta monnum. Kórið varð sett á stovn í 1978 í samkomuni Ebenezer hjá Brøðrasamkomuni í Havn. Í 2013 vóru teir heiðraðir av Lions Club Tórshavn, tá teir fingu heiðurin "Ársins borgari 2013". Fýra ella fimm av limunum eru enn teir somu, sum tá Dupultkvartettin varð sett á stovn. Tveir sum ikki eru millum okkum longur og sum hava verið limir í Dupultkvartettini eru Ólavur á Váli og Ingálvur av Reyni, sum báðir andaðust í 2005. Linda Andrews. Linda Andrews (fødd Andreasen, fødd 19. oktober 1973 í Tórshavn) er ein føroysk songkvinna, sum gjørdist kend í Føroyum og Danmark, tá hon vann donsku X Factor sjónvarps sangtalentkappingina 27. mars 2009. Hon varð fyrsti føroyingur ið vann hesa kapping í Danmark. Jógvan Hansen vann íslendsku X Factor kappingina í Íslandi í 2007. Linda vaks upp í Vesturbýnum í Havn, hon hevur fýra eldri systkin. Bert 14-ára gomul fór hon á eftirskúla í Mariager í Danmark, har hon hevði ein góðan sanglærara. Heima í Føroyum tók hon prógv á Føroya Handilsskúla og sum 19-ára gomul gjørdist hon leiðari í einum handli. Hon flutti til Danmark sum 21-ára gomul. Hon eigur dóttrina Celeste, og tað var hon, ið fekk mammuna til at melda seg til X Factor. Hon hevur drúgvar royndir sum kórleiðari fyri gospel kórum í Keypmannahavnar økinum. Við at vinna annað umfar av "X Factor" í 2009 vann Linda Andrews eina plátukontrakt við Sony sum er eina millión krónur verd. Vinnarastaklagið "Det bedste til sidst", sum Søren Rasted hevur skrivað, kom út í mars 2009 og fór beinleiðis inn sum #1 á danska hitlistanum. Staklagið fekk platin í juli 2009, og hevur selt yvir 35.000 download. "Det bedste til sidst" gjørdist níggjunda mest seljandi staklag í 2009. Síðan kom fløgan "Into the Light" út hin 2. juni 2009. Fløgan er m.a. skrivað av Cutfather, Lasse Lindorff, Sarah West og Thomas Bickham. Fløgan gjørdist #2 á danska hitlistanum, men var bert fimm vikur á topp 40. Síðst í mars 2010 bleiv Linda Andrews fríttstillað frá sínari kontrakt við Sony. Linda hevur seinni útgivið eina jólafløgu, har hon eitt nú hevur fylgispæl frá "Malmö Symfoniorkester". Hansina Iversen. Hansina Iversen (fødd 6. september 1966) er ein føroysk listakvinna. Hon málar litríkar málningar, hon arbeiðir nonfigurativt og granskar tað abstrakta. Hansina hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og øðrum londum, eitt nú í Keypmannahavn í Danmark og í Helsinki í Finlandi. Nakrir av hennara málningum hanga fast umborð á Smyrli. Hansina kemur frá einari listariligari familju. Abbi hennara var William Smith og abbasystir hennara var kenda listakvinnan úr Vági Ruth Smith. Í samband við 100 føðingardagin hjá Ruth Smith, varð Hansina boðin suður til Vágs at hava listaframsýning har, meðan Ruth Smith fagnaðurin var. Hansina er útbúgvin innan list í Íslandi og Finlandi. David Letterman. David Michael Letterman (føddur 12. apríl 1947 í Indianapolis, Indiana) er ein amerikanskur filmsleikari og sjónvarpsvertur. Hann var talkshow-vertur á "The Late Show with David Letterman" frá 1993 til 2015, sum varð frammleitt í tí kenda "Ed Sullivan Theatre" á Broadway í New York City. Donald Pleasence. Donald Pleasence, borin Donald Henry Pleasence 5. oktober, 1919 - 2. februar, 1995, var ein bretskur sjónleikari sum framførdi bæði á palli, í sjónvarpsfilmum og í spælifilmum. Hann hevur eina langa teatur- og filmskarrieru á baki. Mest kendur er hann fyri sínar filmsleiklutir sum Ernst Stavro Blofeld í James Bond filminum "You Only Live Twice", sum RAF flogkapteinur, sum Colin Blythe í "The Great Escape", og sum sálarlæknin Dr. Sam Loomis í "Halloween" røðini. Dixie Carter. Dixie Virginia Carter (fødd 25. mai 1939 í McLemoresville, Tennessee, doyði 10. apríl 2010 í Houston, Texas) var ein amerikanskur filmsleikari. Hon var best kend fyri at hava spælt við í sjónvarpsrøðini "Designing Women" (1986-1993). Í 2007 varð hon tilnevnd eina Emmy Award fyri sín leiklut í sjónvarpsrøðini Desperate Housewives. Hon var gift við sjónleikaranum Hal Holbrook frá 1984 til hon doyði, áðrenn tað hevði hon verið gift tvær ferðir fyrr. Privatlív. Í 1967 giftist hon Arthur Carter, tey fingu tvær døtur saman. Eftir at hon hevði fingið døturnar helt hon frí frá sjónleikaralívinum í 8 ár, fyri at taka sær av børnunum. Umframt tær báðar døturnar átti Arthur eisini trý onnur børn. Tey bæði fingu hjúnarskilnað í 1977. Hon giftist sama ári við sjónleikaranum George Hearn, men tað hjúnarbandið vardi bara í tvey ár, tey fingu hjúnarskilnað í 1979. Í 1984 giftist hon fyri triðju ferð, hesaferð fyri lívið, tað var við sjónleikaranum Hal Holbrook. Í 1996 útgav hon bókina "Trying to Get to Heaven", har hon eitt nú greiðir frá sínum lívi við Hal Halbrock, um Designing Women, um plastiskar skurðviðgerðir. Hon er erlig í bókini og sigur m.a., at hon, eins og fleiri onnur kend, hevur nýtt vakstrarhormonið HGH (Human Growth Hormone). Conrad Bain. Conrad Stofford Bain (føddur 4. februar 1923 í Lethbridge, Alberta, Canada – 14. januar 2013 í Livermore, California) var ein kanadisk-føddur amerikanskur filmsleikari. Hal Holbrook. Harold Rowe "Hal" Holbrook (føddur 17. februar 1925 í Cleveland, Ohio; d. 23. januar 2021) var ein amerikanskur filmsleikari. Hann hevur spælt við í fleiri sjónvarpsfilmum og røðum. Hann hevur eisini spælt leiklutir í spælifilmum. Í 2007 var hann tilnevndur eina Oscar-virðisløn og ein Screen Actors Guild Award fyri sín leiklut í filminum "Into the Wild". Hann er eisini kendur fyri at spæla í sjónvapsrøðum, eitt nú spældi hann leiklutin sum Abraham Lincoln í 1976 sjónvarpsrøðini Lincoln, og sum Hays Stowe í "The Bold Ones: The Senator". Hann hevur verið giftur trýggjar ferðir og eigur trý børn. Hann giftist við Ruby Holbrook í 1945, tey fingu tvey børn, blivu síðan skild í 1965. Í 1966 giftist hann Carol Eve Rossen, tey fingu eitt barn saman, tey vóru skild í 1983. Hann giftist sjónleikararnum Dixie Carter í 1984, tey vóru gift til hon doyði í 2010. Joey King. Joey Lynn King (fødd 30. juli 1999 í Las Vegas, Nevada) er ein amerikanskur filmsleikari. Hon er eitt nú kend fyri at spæla høvuðsleiklutin sum Ramona Quimby í "Ramona and Beezus", the 2010 adaption of Beverly Cleary bókarøðini við sama heiti saman við Disney stjørnuni Selena Gomez. Systrar hennara Haley King og Kelli King eru eisini sjónleikarar. Hon hevði ein leiklut í triðja Batman filminum hjá Christopher Nolan "The Dark Knight Rises" (2012), sum ein ung Talia al Ghul. Gyltur Morgun. Gyltur Morgun er ein nýnasistiskur og fasistiskur flokkur í Grikkalandi. Gyltur Morgun er triðstørsti flokkur í grikska tjóðartinginum í 2013. Á seinasta tjóðartingsvali fekk flokkurin 6,9 prosent av atkvøðunum og 21 av teimum 300 tinglimunum. Gyltur Morgun verður lagdur undir at hava skipað fyri fleiri ógvusligum álopum á innflytarar, og fyri stuttum samtykti tjóðartingið, at ákæruvaldið skal sleppa at stevna trimum tingmonnum floksins fyri rættin fyri at hava gjørt seg inn á sølubúðir hjá innflytarum í Aten. Ein annar tinglimur hjá flokkinum, sum eisini er talsmaður floksins, er ákærdur fyri harðskap. Gyltur Morgun vil vera við, at "útlendskir drápsmenn" hava broytt Grikkaland til ein frumskóg, og at tað tí er neyðugt við heimild til at døma útlendingar til deyða fyri ógvuslig brotsverk. Harafturat krevur flokkurin, at løgreglan skal sleppa at brúka herútgerð fyri at steðga "tungt vápnaðum útlendskum brotsmonnum", sum flokkurin tekur til. Charles Bronson. Charles Bronson (føddur Charles Dennis Buchinsky í 3. november 1921 í Pennsylvania - deyður 30. august 2003 í Los Angeles í Kalifornia) var ein amerikanskur sjónleikari. Clive Dunn. Clive Dunn, føddur Clive Robert Benjamin Dunn (føddur 1920, deyður 2012), var ein bretskur sjónleikari, skemtari, listamaður og rithøvundur. Christopher Plummer. Arthur Christopher Orme Plummer (føddur 13. desember 1929 í Toronto, Ontario, Kanada, deyður 5. februar 2021 í Weston í Connecticut, USA) var ein kanadiskur sjónleikari. Christopher Plummer hevur framført á palli, í filmum og í sjónvarpsfilmum. Hann spældi sín fyrsta filmsleiklut í 1958, men fekk sítt stóra gjøgnumbrot, tá hann spældi leiklutin sum Georg von Trapp kapteinur í sangleikinum "Sound of Music" frá 1965. Hann varð tríggjar ferðir tilnevndur Oscar-virðisløn og í 2011 vann hann ein Oscar fyri besta mannliga hjáleiklutin fyri sín leiklut í filminum "Beginners". Pat Hingle. Martin Patterson Hingle (føddur 19. juli 1924, deyður 3. januar 2009) var ein amerikanskur sjónleikari. Hann er serliga kendur fyri at hava spælt í fleiri Clint Eastwood filmum sum t.d. "Hang 'Em High" ("1968"), "Sudden Impact" ("1983") og "The Gauntlet" ("1977)". Hann hevur eisini spælt leiklutin sum "Kommissarie Gordon" í fýra teimum fyrstu Batman-filmunum frá 1989 - 1997. Michael Gough. Michael Gough, føddur 23. november 1916, deyður 17. mars 2011, er ein bretskur sjónleikari, sum hevur spælt við í yvir 150 biograffilmum og sjónvarpsfilmum. Hann er eitt nú kendur av at spæla leiklutin sum Alfred Pennyworth í øllum fýra Batman filmunum. Hann varð føddur í Kuala Lumpur, Maleisia av bretskum foreldrum. Hann doyði í London eftir stutta sjúkralegu í 2011, líkið av honum bleiv kremerað, og nakað seinni bleiv øskan stroydd út yvir havið. Hann varð giftur fýra ferðir og átti fleiri børn. Richard Griffiths. Richard Griffiths, føddur 31. juli 1947, deyður 28. mars 2013, var ein enskur sjónleikari, sum hevur framført á palli, spælt leiklutir í biograffilmum og í sjónvarpsfilmum. Hann hevur vunnið fleiri heiðurslønir, eitt nú Laurence Olivier Award fyri Besta Mannliga Leiklut, Drama Desk Award í bólkinum "Outstanding Actor in a Play " (framúrskarandi sjónleikarari á palli), Outer Critics Circle Award í bólkinum "Best Featured Actor" og eina Tony Virðisløn (Tony Award) í bólkinum "Besta framførsla av einum høvuðsleikluti í einum sjónleiki", allar hesar virðislønir vóru latnar fyri hansara leiklut í sjónleikinum "The History Boys". Hann er eisini kendur fyri sín leiklut sum Vernon Dursley í "Harry Potter" filmunum, Uncle Monty í "Withnail and I", Henry Crabbe í "Pie in the Sky", og Kong Georg II í '. Hann spældi eisini leiklutin sum ein bretskur blaðmaður í Oscar-vinnandi filmin "Gandhi" hjá Richard Attenborough í 1982. Michael Caine. Sir Michael Caine (føddur Maurice Joseph Micklewhite, Jr. 14. mars 1933 í London), er ein bretskur sjónleikari.Hann hevur verið tilnevndur eina Oscar-virðisløn seks ferðir, tvær ferðir hevur hann vunnið Oscar-virðislønina fyri besta mannliga hjáleiklut, tað fyrstu vann hann í 1986 fyri filmin "Hannah and Her Sisters", tað seinnu virðislønina vann hann í 1999 fyri filmin "The Cider House Rules". Hann er kendur fyri sína eyðkendu Cockney-úttalu, hevur spælt við í meira enn 115 filmum og er ein av teimum bretsku sjónleikarunum, ið er lættast at kenna aftur. Gary Oldman. Gary Leonard Oldman, føddur 21. mars 1958, er ein bretskur sjónleikari, leikstjóri og tónleikari. Hann hevur spælt við nógvum filmum, eitt nú hevur hann spælt leiklutin sum Sid Vicious í "Sid and Nancy", Joe Orton í "Prick Up Your Ears", Lee Harvey Oswald í "JFK", Dracula í Drakula filminum hjá "Bram Stoker" frá 1992, Drexl Spivey í "True Romance", Norman Stansfield í ', Ludwig van Beethoven í "Immortal Beloved", Sirius Black í "Harry Potter" filmsrøðini, James Gordon í "Batman" filmsrøðini hjá Christopher Nolan og sum George Smiley í "Tinker Tailor Soldier Spy". Albert Einstein. Albert Einstein (føddur 14. mars 1879 í Ulm, Týsklandi, deyður 18. apríl 1955 í Princeton, New Jersey) var ein týskføddur granskari, sum fann fram til relativitetsástøði. Hann fekk Nobel-heiðurslønina í 1921 í alisfrøði, hann fekk heiðurslønina fyri sína frágreiðing um tann fotoelektroniska virknaðin. Hann varð føddur í suðurtýska býnum Ulm, men tá hann var hálvt ára gamal flutti familjan til München, har pápin læt upp eina elektronikkfyritøku. Orsakað av peningaligum trupulleikum flutti familjan til Torino í Italia í 1894 og fáir mánaðir seinni til Pavia. Albert Einstein bleiv verandi í München fyri at gera seg lidnan við studentaskúlan. Hann valdi í 1895 at støðga í skúlanum fyri at fylgja aftaná foreldrunum. 16-ára gamal royndi hann at verða innskrivaður í polytekniska háskúlan í Zürichs uttan nakað studentaskúlaprógv. Hann kláraði tó ikki upptøkuroyndina, sjálvt um hann fekk topkarakterir í alisfrøði og støddfrøði, og tí tók hann í 1896 studentspróvtøku á studentaskúlanum í Aarau í Sveis. Síðan fór hann alt fyri eitt í holt við lesnaðin í alisfrøði (fysikk) á polytekniska háskúlanum, og fýra ár seinni fekk hann prógv. Sum 17-ára gamal frásegði Albert sær sítt týska ríkisborgaraskap, og í 1901 fekk hann sveisiskt ríkisborgaraskap. Eftir tvey ár við skiftandi vikariatum varð hann settur í starv sum tekniskur málsviðgeri á patentskrivstovuni í Zürich. Í 1903 giftist hann við Mileva Maric, sum hann bleiv separeraður frá í 1916. Tey bæði fingu tveir synir, Hans Albert (1904) og Eduard (1910). 2. juni 1919 giftist hann við systkinabarni sínum Elsa Löwenthal, fødd Einstein. Efternavnið hevði hon frá fyrsta hjúnabandinum. Elsa var trý ár eldri enn Albert. Tey bæði fingu ongi børn saman. .mil. .mil er økisnavn hjá USA, sum bert verður brúkt av amerikansku verjuni. Umframt.mil verða hesi domenini brúkt í USA: .gov.edu og .us. Gianfranco Nonne. a>. Petursplássið í Vági 21. juni 2012. Gianfranco Nonne er ein italskur listamaður, myndahøggar, sum er búsitandi í Vági. Hann hevur gjørt fleiri standmyndir, bringumyndir o.a. Eitt nú hevur hann gjørt bringumynd av Ruth Smith, Poul F. Joensen og av Petur Dahl, sum stovnaði Suðuroyar Sparikassa og var vinnulívsmaður og borgarstjóri í Vági. Hann hevur eisini gjørt eina standmynd á Skálatrøð í Havn av einari gentu sum arbeiðir við fiski. Bartal Hestoy. Bartal Hofgaard Hestoy (føddur 16. oktober 1992). Hann svimur fyri Havnar Svimjifelag og Føroyar. Hann hevur serliga gjørt seg galdandi í 2012 og 2013. Hann hevur eitt nú sett føroysk met í 400 m blandað og í 200 m bringu. Hann vann gullnál á HS stevnuni í apríl 2012 í 400 m blandað. Í 2012 vann hann bronsu í 400 m blandað á Norðurlandsmeistarastevnuni í Finlandi. HM á langgeil 2013 í Barcelona. Bartal luttók á heimsmeistarastevnu á langgeil í Barcelona í august 2013. Hann setti nýtt føroyskt met í 400 m blandað við tíðini 4:35.37. Íslendska Meistarastevnan 2013. Bartal luttók á íslendsku meistarastevnuni í apríl 2013. Stevnan eitur á íslendskum Íslandsmeistaramót og varð hildin í Laugardalslaug-høllini í Reykjavík. Tveir føroyingar luttóku, hin var Óli Mortensen. Bartal vann gull og setti føroyskt met í 200 m bringu við tíðini 2:26.46. Actavis Open 2013 í Hafnarfirði. Bartal luttók á íslendsku svimjistevnuni Actavis Open í mars 2013 í Hafnarfirði. Hann setti føroyskt met í 400 blandað við tíðini 4:38.10. Hann setti eisini setti nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing við tíðini 1:08.84. Familja. Bartal er sonur Jon Hestoy, sum er fyrrverandi elitusvimjari og er formaður í Svimjisamband Føroya. Heidi Sevdal. Heidi Sevdal (fødd 6. mars 1989) er ein føroyskur fótbóltsleikari, sum higartil (8. juni 2016) hevur spælt 31 altjóða skrásettar A-landsdystir fyri Føroyar (landsdystir spældir til Oyggjaleikir verða ikki taldir við) og skorað 17 mál. Hon spælir í løtuni (2013) við HB, men hevur fyrr spælt við GÍ, NSÍ, B36 og Víkingi. Landsliðsmál. Heidi gjørdi 6 mál til HM-undankappingina í apríl 2013 í Litava. Føroyar spældu javnt 3-3 móti Montenegro hin 4. apríl, harav gjørdi Heidi tvey mál. Fimm dagar seinni, hin 9. apríl 2013, spældu Føroyar móti Georgia, Føroyar vunnu dystin 2-1, Heidi gjørdi bæði málini. Georgia kom ikki víðari, men Føroyar vunnu bólkin við 7 stigum og komu víðari. Heiður. Heidi Sevdal er seks ferðir vald til ársins leikara á tiltakinum Ársins Sælari, ið Miðlahúsið og Rás 2 skipa fyri. Súsanna Tórgarð. Súsanna Tórgarð (fødd 12. mars 1959) er ein føroysk sjónleikarinna, leikstjóri, leikrithøvundur, týðari og lærari. Hon hevur lisið til lærara og varð liðug við útbúgvingina í 1986. Síðan hevur hon nomið sær útbúgving innan sjónleik, í 1990 varð hon liðug við 2 ára sjónleikaraútbúgving á Tidens Teater í Århus. Hon hevur eisini tikið 3 ára útbúgving sum lærari í F.M.Alexandertøkni frá Alexanderskolen í Keypmannahavn frá 2001 til 2004. Hon hevur starvast sum yrkisleikari innan sjónleik síðan 1990. Hon hevur spælt nógvar sjónleikir á palli í Føroyum, og harumframt hevur hon eisini ritstjórnað fleiri leikir, skrivað leikir og umsett leikir til føroyskt. Hon hevur eisini lagt føroyska rødd til barnafilmar, sum hava verið vístir í Kringvarpi Føroya. Hon hevur eisini undirvíst á ymiskum skeiðum í drama, rødd og teksti og skrivað tekstir og yrkt sangir til fleiri Kabarettir. Hon hevur eisini framført skemt saman við øðrum, t.d. til jólaborðhald á Hotel Føroyum í 2009, har hon og systirin Ria Tórgarð framførdu skemt saman við brøðrunum Rasmus og Magnus Magnussen, og í 2014 undirheildu tey trý systkini Súsanna, Riu og Hans Tórgarð. Súsanna er dóttir Axel Tórgarð, abbadóttir H.C.W. Tórgarð. Djurgårdens IF. Djurgårdens IF ella DIF er eitt fótbóltsfelag úr Stokkhólmi, sum var stovnað 1891. Magnus Pehrsson er venjari hjá Djurgården. Allsvenskan. Allsvenskan (ella Fotbollsallsvenskan) er tann hægsta fótbóltsdeildin hjá monnum í Svøríki. Deildin hevur 16 lið, sum møtast tvær ferðir hvørja sesong, einaferð úti og einaferð heima. Tvs. at hvørt lið skal spæla 30 dystir. Sesongin byrjar um várið og endar um heystið. Boston Maraton bumbuatsóknir 2013. Myndin er tikin beint eftir, at bumburnar brustu í Boston 15. apríl 2013 brustu tvær bumbur í Boston, Massachusetts, meðan tann stóra og vælkenda Boston Maraton kappingin fór fram. Teir fyrstu rennararnir vóru komnir á mál umleið ein til tveir tímar, áðrenn bumburnar brustu, men nógvir rennarar vóru enn ikki komnir á mál og fleiri vóru á veg um mállinjuna, tá fyrsta bumban brast. Bumban brast á gongubreytini, har nógvir áskoðarar stóðu. Tað vóru eini 20 sekund millum ta fyrru og ta seinnu bumbuna, bumbubrestirnir fóru fram við 50-100 metrar frástøðu. Tað frættist rættiliga skjótt, at tvey fólk vóru deyð og fleiri vóru særd. Talið á særdum vaks sum tímarnir gingu. Umleið ein tíma eftir at tær báðar bumburnar við málið brustu, varð ein triðja spreinging við eitt bókasavn, sum nevnist "John F. Kennedy Presidential Library and Museum". Ongin mannaskaði var tó, tá henda triðja spreinginin var, og mett verður, at hetta onki hevði við tær báðar bumburnar nærhendis málið at gera. Nakrar dagar seinni vóru framvegis 3 fólk deyð orsakað av bumbunum, meðan talið á teimum særdu var komið upp á í minsta lagi 178, av hesum vóru tað í minsta lagi 13 fólk ið fingu bein amputerað. Tað vóru nógvar kúlur og seymar í bumbunum, og læknar meta, at eftirsum at bumburnar vóru so lágt plaseraðar, so blivu fólk mest særd um beinini og føturnar, og tí vóru tað ikki uppaftur fleiri enn tey trý, ið lótu lív. Tey trý, sum lótu lív, vóru ein 8 ára gamal drongur, ein 29 ára gomul kvinna, sum bæði vóru amerikanarar úr Boston-økinum, og ein 23 ára gomul kvinna úr Kina, sum var í USA í lestrarørindum. Mamma og systir tann 8 ára gamla vóru millum tey álvarsliga særdu. FBI hevði illgruna til tveir ungar menn, ið vóru sæddir á sjónbandaupptøkum, beint áðrenn bumburnar brustu, og bað fólk um hjálp til at eyðmerkja teir báðar menninar. Fríggjadagin 19. apríl vóru teir funnir, og tann eini varð skotin og doyði av løstunum, meðan hin slapp til rímingar. Myndir av teimum báðum vóru almannakunngjørdar og vóru sendar út til fjølmiðlar. Talan var um tveir brøður úr Kekenia, Dzhokar og Tamerlan Tsarnaev, sum vóru 19 og 26 ára gamlir. Báðir vóru lesandi og høvdu onki kriminelt gjørt áður. Løgreglan leitaði eftir tí yngra beiggjanum, og dagin eftir skotbardagan, har eldri beiggin læt lív, eydnaðist tað løgregluni leygardagin 20. apríl at finna og handtaka tann 19 ára gamla, hann hevði krógvað seg í einum báti í Watertown, Massachusetts; bátaeigarin boðaði løgregluni frá um mannin, sum fjaldi seg í báti hansara. Hann varð særdur undir handtøkuni og varð tí innlagdur á eitt sjúkrahús í býnum. Tann 15. mai 2015 varð Dzhokar Tsarnaev dømdur til deyða fyri brotsgerðina. Svørt hol. Myndin vísir, hvussu ein teknari ímyndar sær umhvarvið um eitt svart hol. Svørt hol síggjast ikki. Tey eru - ið hvussu er upprunaliga - ástøðiligir himmalknøttir, sum eru so tættir, at einki, sum einaferð er komið inn í svarta holið, nakrantíð sleppur út aftur, sjálvt ikki ljós. Vísindini halda, at atdráttarmegin hjá summum stjørnum er so sterk, at ljós sleppur ikki av teimum. Tá verður svart hol. Svørt hol eru sum dyr út úr alheiminum - tað, sum fer í holið, kemur aldri inn aftur í alheimin. Vit síggja ikki inn í svarta holið, men tað kann gera ein stjørnulíka (kvasar). Stjørnulíkar eru bjartastu himnakroppar, sum eru. Tann ið fyrstur kom við hugskotinum um svørt hol var franski stjørnufrøðingin Pierre Laplace. Hann nevnir tey í 1795 í sambandi við gravitationslógina hjá Isaac Newton. Í 1939 vísti amerikanski alisfrøðingurin J. Robert Oppenheimer, at forsagnir um slíkar himmalknøttir eisini kundu grundast á gravitationslæruna hjá Albert Einstein. Tá ið stjørna doyr, verður eitt svart hol. Vit kunnu ímynda okkum, at ein stór stjørna er um at doyggja. Einki brennievni er eftir at vinna orku úr. Stjørnan spreingist og verður til eina spreingistjørnu (supernova). Innasti parturin søkkur saman til eina nevtronstjørnu, t.e. ein ógvuliga tættan knøtt av nevtronum, nakað sum ein ógvuliga stórur atomkjarni. Men er upprunastjørnan nóg tung, orka heldur ikki nevtronirnar at standa ímóti tyngdini, og eitt svart hol verður gjørt. Hetta hendir bara, tá ið stjørnurnar eru ógvuliga tungar. Stjørnan minkar, men nøgdin er tann sama, t.e. evnisnøgdin verður størri og størri. Tá ið komið er til eina ávísa stødd - "schwarzschildradius" (eftir stjørnufrøðingin Karl Schwarzschild) - er knøtturin komin at evsta markinum. Eftir hetta sleppur einki burtur úr aftur holinum, heldur ikki ljósið. Á hesum markinum reingjast tíð og rúm ógvusliga. Eru svørt hol til. Granskarar halda, at svørt hol, sum viga hundraðtals ferðir sólnøgdina, eru til. Eingin veit at siga fyri vist, um svørt hol eru til. Tey síggjast jú ikki, men ástøðini benda á, at tey eru til, og granskarar fáa eisini javnan ábendingar um svørt hol, t.d. við røntgengeisling frá stjørnum, sum teir halda missa tilfar til svørt hol, ella tá ið stjørnur í hópatali mala í klingur í sterkum tyngdarfeltum, har einki er at síggja til nakran himmalknøtt, sum kann skapa feltið. Nú á døgum eru flestu granskarar samdir um, at svørt hol eru til. Teir halda eisini, at svørt hol eru í miðjuni á øllum stjørnubreytum Kjarnin í teimum heilt tungu stjørnunum er ov tungur at gerast nevtronstjørna. Kjarnarnir í hesum stjørnum verða í staðin til svørt hol, tá ið stjørnurnar ganga til grundar. Svørt hol síggjast ikki og eru tí trupul at ávísa, men nú á døgum munnu fáir granskarar ivast í, at svørt hol veruliga eru til. Svørt hol síggjast ikki - tí mugu granskarar brúka aðrar snildir at ávísa tey. Mong dømi eru um stjørnur, sum flyta seg, sum malatær um annan himmalknøtt, sum tó ikki sæst. Verður samstundis sterk røntgengeisling máld frá hesum stjørnum, kann vera talan um eitt svart hol. Geislingin stendst av, at ósjónliga svarta holið dregur tilfar til sín úr stjørnuni. Tá ið hetta lødda tilfarið verður accelererað inn ímóti svarta holinum, kemur sterk geisling frá tí. Í 1939 ger amerikanski alisfrøðingurin, J. Robert Oppenheimer, 1904-1967, eina roynd at skilja, hvussu ein himmal knøttur kann gerast so tættur. Saman við studenti sínum, Hartland S. Snyder, setur hann upp líkningar, sum vísa, at møguleikin, at ein himmalknøttur kann draga seg saman til eitt svart hol, ein singularitet, skal verða tikin í álvara. Oppenheimer slapp ikki at halda fram við gransking síni, tí kríggið kom ímillum. Í 1942 var hann valdur at standa fyri royndunum hjá teimum sameindu, "Manhattan Project", at gera eina atombumbu. Seinni, í sekstiárunum, vaks áhugin fyri teimum stóru kosmologisku spurningunum aftur. Tá tóku fleiri aðrir kendir granskarar upp aftur táttin við teimum svørtu holunum, t.d. Stephen Hawking (1942-) og Roger Penrose (1931-) í Stóra Bretlandi. Hetta úrslitið er at skilja soleiðis, at tá ið knøtturin hevur fingið radius R, megnar ljósið ikki longur at sleppa frá knøttinum, sum tí ikki sæst. St. Louis. St. Louis er stórbýur í amerikanska statinum Missouri. Hann liggur í eystara parti av stakríkinum, beint við ánna Mississippi, sum har er mark ímillum Missouri og Illinois St. Louis var grundlagdur í 1763 og er í dag næststørsti býur í staríkinum, næst eftir Kansas City, sum liggur í vestara parti av Missouri. Meðan íbúgvatalið í St. Louis var 856.796 fólk í 1950, vóru í 2012 bert 318.172 fólk eftir.. 49.2 % av fólkinum í St. Louis eru afroamerikanarar. Sambært CQ Press er St. Louis er tann býurin í USA við mest harðskapi, og vórðu fleiri enn 113 morð skrásett har í 2011.. Paros. Paros (grikskt: Πάρος) er ein griksk oyggj, sum liggur mitt í oyggjabólkinum, sum verður nevndur Kykladurnar (grikskt: Κυκλάδες), vestanfyri Naksos, sunnanfyri Mykonos, eystanfyri Antiparos og norðanfyri Ios og Sikinos. Oyggin er 195 km2 til støddar, har búgva umleið 8.000 fólk. Hægsta fjallið eitur Agios Elias og er 771 metrar høgt. Høvuðsbýurin, Parikia, liggur á vesturstrondini, har er tann mest týðandi havnin, sum hevur stóran týdning bæði fyri ferðavinnuna og fiskivinnuna á oynni. Fyrr í tíðini var Paros kent fyri marmor av høgari góðsku, og í dag sær man eisini fleiri marmorbrot á oynni, men í dag er oyggin betri kend sum ein ferðamannaoyggj. Fleiri ferjur sigla frá meginlandinum til Paros, ferðafólk bæði úr Grikkalandi og úr øðrum londum ferðast nógv til Paros, tó mest í summarhálvuni. Tann vælkendi norðanvindurin, sum verður nevndur Meltemi, blæsur inn yvir oynna um summarið, tað hevur gjørt, at við fleiri strendur er vindsurfing eitt av tilboðunum til tey ferðandi. Søga. Tað vóru fólk úr Arkadia og av Kreta, ið fyrst bygdu Paros. Stutt eftir hetta komu jónarnir frá Athen. Oyggin sigst at hava verið nevnd við øðrum nøvnum enn Paros, eitt nú skal hon hava itið: Plateia (ella Paktia), Demetrias, Strongyli (sum merkir rund, hetta orsakað av tí runda skapinum av oynni), Hyria, Hyleessa, Minoa og Kabarnis. Jónarnir førdu ríkdóm við sær og sendu síðan koloniir av Paros til Thassos og til Parium á Hellespont. So seint sum ár 385 á.Kr. bygdu fólk frá Paros saman við Dionysius av Syrakus, eina koloni á tí Illyrisku oynni Faros ("Hvar", hoyrir í dag til Kroatia). Eftir øllum at døma hoyrdi Paros til Naxos stutt áðrenn Persarakríggið. Í tí fyrra persarakrígnum (490 á.Kr.) var Paros í parti við persarum. Afturfyri komu atheniensarnir við einum flota undir leiðslu av Miltiades, teir hersettu oynna, góvu teimum bót á 100 talentir og løgdu nógv í oyði. Fólkið á Paros gjørdi so mikið stóra mótstøðu, at atheniensarnir fóru avstað aftur eftir at hava hersett Paros í 26 dagar. Undir tí seinna persarakrígnum, var Paros eisini í parti við persarum, sum tá var undir Xerxes I av Persia, ímóti grikkum (480 - 479 á.Kr.). Seinni var oyggin hart revsað fyri hetta av atheniensarum undir leiðslu av Themistokles. Paros gjørdist seinni partur av Rómverjaríkinum og síðan av Bysantinska Ríkinum. Síðan kom oyggin at hoyra til Lýðveldið Venesia. Í 1537 var gjørdist Paros partur av tí Osmaniska Ríkinum, og tað vardi heilt fram til Grikska Frælsisstríðið (1821–1829). Yukon. Kort yvir Kanada, har Yukon er merkt. Yukon er eitt kanadiskt meginøki, sum liggur í útnyrðingsparti av Kanada Víddin av meginøkinum er 482.443 ferkilometrar. (474.391 ferkilometrar landøki og 8.052 ferkilometrar vøtn). Í 2016 búðu her 35.874 fólk. Yukon hevur mark í suðri við British Columbia, í vestri við Alaska (USA) og eystri við Northwest Territories. Í hesum umráðnum finnast størstu ísfjøllini uttanfyri pólarnar. Høvuðsstaðurin var einaferð Dawson City. Síðan 1953 er tað Whitehorse, sum samstundis er størsta búsetingin og einasti býur í Yukon. Almenna málið er enskt, men nøkur mál hjá upprunafólkunum eru viðurkend í ávísum viðurskiftum. Og so eisini franskt, sum er annað av teimum báðum almennu málum í Kanada. Kambodja. Kongsríki Kambodja (khmerskt ព្រះរាជាណាចក្រកម្ពុជា) er eitt land í Landsynningsásia. Kambodja var franskt hjáveldi fram til 1953, tá ið tað gjørdist sjálvstøðugt. Frá 1975 til 1979 beindu Pol Pot og Reyðu Khmerarnir fyri umleið 2 milliónum av sínum egna fólki, umleið fjórðinginum av fólkinum. Pol Pot megnaði hesi ár at drepa øll tey, sum høvdu útbúgvingar og vóru væl fyri í samfelagnum. Eisini tey, ið vóru kristin, buddistar ella dýrkaðu aðrar gudar, vórðu myrd. Pol Pot hevði sum mál at venda aftur til ár 0 og so byggja landið upp av nýggjum. Vietnamesar róku Reyðu Khmerarnar frá í 1979. Landið fekk kongsdømi og fólkaræði í 1993. Fólkið merkir framvegis sviðan av ræðuleikunum frá Pol Pot tíðini. Mestsum øll sum livdu tá, mistu fleiri familjulimir og landið var í skeljasori eftir kríggið. Í Kambodja búgva nú umleið 15 milliónir, harav umleið 96 % eru buddistar, 2 % muslimar og 1 % kristin. Kambodja er millum fátækastu lond í heiminum. Korruptión er ein stórur trupulleiki í landinum. Serliga tey veiku og fátæku líða undir hesum. Stórur tørvur er á útbúgving og heilsuhjálp. Uml. 23 % av fólkinum eru analfabetar. Nógvar familjur hava tað trupult vegna alkoholismu og harðskap. Hetta gongur serliga hart út yvir kvinnurnar og børnini. Søga. Í 600 ár var stóri tempulstaðurin Ankor Vat fjaldur í regnskóginum norðan fyri Tonle Sapvatn í Norðurkambodja. Khmerkongurin Suryavarman 2. læt hann byggja í 12. øld at æra hindugudin Vishnu. Ankor Wat er stórur meginbygningur, umgyrdur av smærri templum, borgum og ómetaliga stórum virkisgryvjum og vatngoymslum. Ankor Vat var leingi miðdepil í Kkmerríkinum, eitt av sterkastu kongsríkjum í Landsynningsásia, men tá ið tað fall, rýmdi fólkið haðan, og sum tíðin leið, huldi regnskógurin staðin. Hann var ikki funnin aftur fyrr enn í 1860- árunum. Í templinum í Ankor Vat dansaðu hovdansarar átrúnaðarligan dans, ið bygdi á sagnir úr indiskum søgum um Ramayana og Mahabharata. Hesin forni dansur er vakur við ógvuliga føstum stigum og dansilagi. Tað varir mong ár at læra at dansa henda dansin. Dansararnir eru í baldýraðum búna, sum er so trongur, at hann má verða seymaður upp á dansararnar til hvørja sýning. Fá lond hava verið so hart roynd sum Kambodja. Í 1970 varð tað drigið upp í kríggið í grannalandinum Vjetnam. Landsins leiðarar við Pol Pot á odda, ið komu úr teimum Reyðu Khmerunum, framdu tá hópmorð móti sínum egna fólki. Frá 1975 til 1979 ráddu Reyðu Khemerarnir við Pol Pot á odda; hetta var kollveltingarherur, sum drap fleiri enn eina millión kambodjanar. Omanfyri tvær milliónir fólk lótu lív undir kommunistiska stýrinum frá 1975 til 1979 og teirra Killing Fields-politikki. Mong vórðu tikin av døgum, onnur doyðu í hungri ella undir tvingsilsarbeiði. Í 1979 gjørdi Vjetnam innrás í Kambodja at reka Pol Pot frá, og borgarakríggj brast á í landinum. Tað vardi til 1991. Drúgvu kríggini í Kambodja hava verið ræðulig og hava komið landinum í eina syndarliga støðu. Vega- og jarnbreytarkervið er oyðilagt, og ídnaður er næstan eingin. Um 3 mió. minur liggja enn niðurgrivnar um alt landið. Hóast roynt verður at rudda tær burtur, varnast mong ikki minurnar, fyrr enn onkur traðkar á tær. Eini 20.000 fólk eru vorðin lamløstað av minum. Tailand og Kambodja berjast um, hvat teirra hevur rætt til eitt 900 ára gamalt tempul, sum er uppi á einum fjallatindi við markið. Í 1962 kom altjóða dómstólurin til ta niðurstøðu, at Kambodja hevur rætt til templið, men dómstólurin kundi ikki taka støðu til, hvat av londunum hevur rætt til økið rundan um templið. Búskapur. Kambodja er eitt av fátækastu londunum í Suðurásia. Áleið 35 prosent av íbúgvunum í landinum liva undir fátækramarkinum og livialdurin er millum teir lægstu har um leiðir. Fiskiskapur hevur stóran týdning í Kambodia. Inntøkan hjá yvir 60 prosent av íbúgvunum í landinum er beinleiðis ella óbeinleiðis tengd at fiskiskapi, og 80 prosent av proteininntakinum hjá fólkinum kemur frá fiski. Fiskiskapurin er hóttur nógvastaðni orsakað av ovfisking, vantandi ásetingum og vantandi stýring. Hesi viðurskifti hava økt fátækdømi í teimum økjunum, har fólk í høvuðsheitum liva av fiskiskapi. Stjórnin í Kambodja hevur sett tiltøk í verk fyri at bøta um støðuna og sum liður í hesum vóru fiskirættindi løgd út til lokalsamfeløgini at umsita í 2001. Ein fortreyt fyri at hetta skal hepnast er samstarv, bæði millum lokalar og sentralar myndugleikar, og eisini á lokalum stigi – t.e. millum ymsu brúkarnar av økjunum. Imer. Imèr (týskt: "Imör" ella "Immer") er ein kommuna í Trentino-Suðurtyrol, í Norður-Italiu, sum liggur 50 kilometrar eystan fyri Trento. Tann 31. desember 2012 búðu 1200 fólk har. Økið er 27,6 ferkilometrar til støddar. Imer hevur mark til hesar kommunur: Siror, Canal San Bovo, Mezzano og Sovramonte. Kommunan liggur í Primierodalinum. Olympiakos FC. 08. Nógv reyð og hvít viðhaldsfólk síggjast. Olympiakos F.C. (grikskt: ΠΑΕ Ολυμπιακός) er eitt grikskt fótbóltsfelag, sum hevur heimavøll í Pireus, Karaiskakis Stadium. Felagið varð stovnað hin 10. mars 1925 og er higartil (apríl 2013) tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í Grikkalandi við 40 grikskum meistaraheitum (Σούπερ Λίγκα Ελλάδα / Superliga Grikkalands), harumframt hava teir vunnið 25 grikskar steypakappingar (Κύπελλο Ελλάδος Ποδοσφαίρου) og 4 griksk supercup. Felagið er eitt av fýra, ið aldrig er flutt niður í næstbestu deildina. Í evropeiskum kappingum er felagið tvær ferðir komið í kvartfinaluna, tað var í 1998–99 UEFA Champions League og 1992–93 European Cup Winners' Cup. Karaiskakis vanlukkan. 8. februar 1981 hendi ein vanlukka á Kariskakis Stadion í Neo Faliro býarpartinum, beint eftir ein heimadyst hjá Olympiakos móti AEK Athen. Viðhaldsfólk hjá Olympiakos vildu skunda sær út fyri at feira 6-0 sigurin, men Portur 7 var ikki heilt opið, so fólk sluppu ikki út, og í troðkanini duttu fleiri og blivu trampaði í hel. 21 fólk doyðu, tey vóru millum 14 og 40 ára gomul. 20 av teimum vóru viðhaldsfólk hjá Olympiakos. Stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard II. Onnur stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard var Føroya Landsstýri frá 4. februar til 26. september 2008. Talan var um eina samgongu millum Javnaðarflokkin (við Jóannes Eidesgaard sum løgmanni), Tjóðveldi og Miðflokkinum. Orsakað av einari ósemju um eina skrivstovu úti á Tinganesi, tað sonevnda lásamálið, endaði tað við, at Tjóðveldi fór úr samgonguni hin 15. september 2008. Hetta greiddi vegin fyri Fyrru stjórnini hjá Kaj Leo Johannesen hin 26. september. Keldur. Stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard II Jóannes Eidesgaard 2 Stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen I. Fyrra stjórnin hjá Kaj Leo Holm Johannesen var Føroya Landsstýri frá 26. september 2008 til 14. november 2011. Talan var um eina samgongu millum Sambandsflokkin (við Kaj Leo Johannesen sum løgmanni), Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin eftir Løgtingsvalið 2008. Hin 6. apríl 2011 tók Fólkaflokkurin seg úr samgonguni eftir ósemju om búskaparliga politikkin, og Føroyar fekk fyri fyrstu ferð eina minnilustjórn. Hin 4. mai 2011 varð landsstýrið umskipað, soleiðis at løgmaður fekk ábyrgdina fyri uttanríkismál, vinnumálaráðharrin fekk ábyrgdina fyri fiskivinnumál, heilsumálaráðharrin fekk ábyrgdina fyri innanríkismál (undantikið kommunumál), og mentamálaráðharrin fekk ábyrgdina fyri kommunumálum. Keldur. Stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen 1 Kaj Leo Johannesen 1 Stjórnin hjá Edmundi Joensen I. Fyrra stjórnin hjá Edmundi Joensen var Føroya Landsstýri frá 10. september 1994 til 11. juni 1996, undir leiðslu av Edmundi Joensen úr Sambandsflokkinum. Hinir flokkarnir, ið myndaðu samgonguna, vóru Javnaðarflokkurin, Verkamannafylkingin og Sjálvstýrisflokkurin. Henda samgongan sat í einari truplari tíð í Føroyum, har búskapurin í Føroyum var hóttur, og har arbeiðast mátti víðari við bjargingarætlanini, ið Stjórnin hjá Maritu Petersen byrjaði. Sambandsflokkurin fekk eitt sera gott val til Løgtingsvalið 1994, og gav hetta flokkinum eina góða støðu til at stjórna landinum saman við øðrum flokkum. Keldur. Edmund Joensen I Juventus F.C.. Juventus leikarar 2012-13, tá teir spældu móti Shakthar Donetsk Juventus er eitt fótbóltsfelag úr Torino, Italia, sum varð stovnað í 1897. Felagið er tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í Italia til allar tíðir, og er eitt av týdningarmestu fótbóltsfeløgum í heiminum. Felagið hevur vunnið italska meistaraheitið 31 ferðir. Teir hava altíð spælt í Seriu A, burtursæð frá 2006-07, tí teir vóru noyddir at flyta eina deild niður orsakað av einari gølu í 2006, um avtalað spæl við dómarar. Sjálvt um teir byrjaðu við fleiri minusstigum, venjarin segði seg úr starvi og fleiri av bestu leikarunum funnu onnur feløg at spæla fyri, so megnaðu teir uttan trupulleikar at flyta uppaftur í bestu deildina. Heimastadion hjá felagnum er Juventus Stadion, sum rúmar 41.000 áskoðarum. Litir og eykanøvn. Gomul mynd av Juventus leikarum í ljósareyðum blusum og svørtum slipsum og shorts. Litirnir á búnum eru svart hvítar strípur niðureftir, tað minnir um búnarnir sum føroyska felagið TB nýtir. Teir hava brúkt hesir litirnir síðan 1903, tey fyrstu árini brúkti felagið ljósareyðar blusir og svørt shorts. Juventus hevur eisini eykanøvn: "la Vecchia Signora" (gamla daman) og "la Fidanzata d'Italia" (daman hjá Italia), hetta tí at Juventus tey seinnu árini hevur fingið fleiri og fleiri viðhaldsfólk úr Suðuritalia, sum hava arbeitt í Torino, tey eru serliga úr Palermo og Napoli. Onnur eykanøvn, ið vera knýtt at felagnum eru: "i bianconeri" (teir svørt-hvítu), "le zebre" (sebrain), hetta orsakað av litunum og strípunum. Meistaraheiti í Italia. a> leikti 513 dystir og skoraði 208 mál fyri Juventus frá 1993 til 2012. Alessandro Del Piero. Alessandro Del Piero (føddur 9. november 1974) er ein italskur World Cup-vinnandi fótbóltsleikari, sum í løtuni (2013) spælir við Sydney FC í A-League. Hann er nummar trý toppskorari í Serie A í Italia gjøgnum allar tíðir við 335 málum, næst eftir Giuseppe Meazza, 338 mál, og Silvio Piola, 364 mál. Hann spældi við Juventus F.C. í 19 ár (11 ár sum liðskipari) og eigur metið hjá felagnum fyri flest skotin mál (290) og fyri flest spældar dystir (705). Del Piero hevur skorað í øllum kappingum, sum hann hevur luttikið í. Í 2000 var hann tann best betaldi fótbóltsspælarin í heiminum, tá hugt verður at løn, bonus og inntøkum fyri lýsingar. Hann hevur spælt fýra FIFA World Cup og fýra UEFA European Football Championship við tí italska landsliðnum. Hann er á einum deildum fjórðaplássi (saman við Roberto Baggio) á tí italska landsliðnum á toppskoraralistanum, við 27 málum (næst eftir Silvio Piola við 30 málum, Giuseppe Meazza við 33 málum og Luigi Riva við 35 málum) í 91 landsdystum. Í 2007 vann hann altjóða fótbóltsheiðurslønina Golden Foot, sum bert verður til givin til ein fótbóltsleikara einaferð í lívinum. Heiðurin verður latin einum aktivum fótbóltsleikara, sum er yvir 29 ár og hevur víst framúrskarandi úrslit bæði sum einstaklingur og sum liðspælari. Silkeborg IF. Silkeborg IF er eitt danskt fótbóltsfelag við heimavølli í Silkeborg, sum er ein býur í Jútlandi. Silkeborg spælir í bestu donsku fótbóltsdeildini, sum verður nevnd Superliga. Felagið varð stovnað í 1917, men tað var ikki fyrr enn í 1987, at felagið megnaði at flyta upp til bestu deildina, sum tá var nevnd 1. division. Síðan tá hevur felagið bara í stutt tíðarskeið spælt í næstbestu deildini, í 2003–04 og 2007-09. Silkeborg IF hevur klárað seg best í 1990-árunum, teir blvu nummar eitt í Superliguni í 1993-94, gjørdist nummar tvey í 1997-98 umframt at teir vunnu donsku steypakappingina ("DBU Pokalen)" í 2001. Felagið hevur fleiri ferðir kvalifiserað seg til at spæla í Evropa, men hava tapt ímóti stórum liðum sum Spartak Moscow (í 1996), AS Roma (í 1998) og Real Zaragoza (í 2001). Litirnir hjá Silkeborg IF eru reyðir og hvítir. Teir spæla heimadystirnir í Silkeborg Stadion, sum rúmar 10.000 áskoðarum, harav 5,500 kunnu sita. Føroyingar við Silkeborg IF. Í 2012-13 spældu tveir føroyskir landsliðsleikarar og ein føroyskur U-19 landsliðsleikari við superligaliðnum hjá Silkeborg IF. Christian Lamhauge Holst hevur spælt har í fleiri ár, meðan málmaðurin Gunnar Nielsen kom til felagið í apríl 2013, tá bert nøkur fá umfør vóru eftir av kappingini, og liðið var í vanda fyri niðurflyting. Tá bert fáir dystir vóru eftir at spæla, og niðurflyting varð staðfest, fekk ungi føroyski leikarin Ári Mohr Jónsson høvi til at spæla ein fullan dyst fyri Silkeborg. Hann spældi eisini við í tí seinasta dystinum í Superliguni kappingarárið 2012/13 hin 20. mai 2013. Hesin dysturin endaði javn 3-3 og var móti OB, allir tríggir føroyingarnir spældu við henda dystin. Rosi Campos. Rosângela Martins Campos (fødd 30. mars 1949 í Bragança Paulista) er sjónleikari úr Brasil. Bruno Gagliasso. Bruno Gagliasso Marques (føddur 13. apríl 1982 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Hann byrjaði lívsleið sína sum sjónleikari longu sum barn í skemtirøðum hjá Redo Globo. Í 2000 spældi hann í einum telenovelafilmi, Chiquititas, sum Rodrigo Bragança D'Ávila. Í 2014 takkaði hann nei til at spæla við í tveimum skemtirøðum. Í staðin spældi hann leiklutin sum ein hópdrápsmaður í sjónvarpsrøðini "Dupla Identidade". Superliga. Superligan í Danmark (danskt: Superligaen) er tann besta fótbóltsdeildin í donsku fótbóltskappingin (Danmarksturneringen). Tað liðið, sum vinnur í deildini, verður kosið Danmarksmeistari. Ligan varð upprættað í 1991 og kom í staðin fyri 1. deild (1. division). Tey fyrstu árini varð kappingin avgjørd við einum endaspæli, men síðan 1995-96 hevur ligan havt sín verandi form við 12 feløgum, sum spæla tríggjar dystir móti hvørjum liði, soleiðis at tað í alt verða spæld 33 umfør. Orsakað av sponsorpeningi hevur ligan havt ymisk nøvn, eitt nú: Coca-Cola Ligaen (1995-96), Faxe Kondi Ligaen (1996-2001) og SAS Ligaen (2001-2010), og síðan 2010-11-sesongina hevur ligan aftur verið nevnd SuperLiga. Fleiri føroyingar hava spælt í donsku Superliguni, í 2016 spæla Gilli Rólantsson og Jóan Símun Edmundsson í Superliguni. Í 2013 spældu føroysku landsliðsleikararnir: Christian Holst, Hallur Hansson og Gunnar Nielsen í Superliguni. Todi Jónsson liggur sum nummar fýra á topp-20 listanum yvir leikarar við øðrum tjóðskapi enn donskum, ið hava spælt við Superliguni, við 343 dystum fyri FC København og Lyngby, meðan Christian Holst er nummar 17 við 147 dystum fyri Lyngby og Silkeborg og Jákup Mikkelsen liggur sum nummar 23. plássi við 136 dystum fyri Herfølge Boldklub. Verandi støða (UEFA kappingar 2011–12). "Soleiðis sá støðan út hin 1. juli 2011" Kos. Kos (grikskt: Κως) er ein oyggj í grikska oyggjabólkinum Dodekanes, sum er partur at Suðuregearaoyggjunum, eisini nevndar Suðursporadisku Oyggjar. Oyggin er 40 km long og 8 km breið og liggur bert 4 km frá turkisku strondini við Bodrum og tí forna Kariaøkinum. Fólkatalið á oynni er 33 388. Oyggin er í dag ein kommuna, eftir at tær tríggjar kommunurnar Kos, Dikaios og Irakleides løgdu saman til eina kommunu í 2011. Høvuðsbýurin á oynni eitur Kos eins og oyggin. Asklepieion er tað kenda læknatemplið, sum Hippokrates læt byggja, tað liggur beint uttanfyri býin Kos. Umleið 27 km sunnan fyri býin Kos við býin Antimakia liggur altjóða flogvøllurin á oynni, sum eitur "Kos International Airport Hippocrates". Søga. Í tí rómversku gudalæruni vitjaði Herkules oynna. Oyggin varð bygd av kariarum. Tað forna ríkið Karia var til frá umleið 11. øld á.Kr. til umleið 6. øld á.Kr. Eitt herlið frá Kos luttók í Troyanska krígnum. Paulus apostul legði leiðina framvið Kos og Rodos á einari av sínum ferðum. Kos varð seinni hertikin av lýðveldinum Venesia, sum síðan seldi oynna til Johannitarordanina (Ordanin av Sankta Jóhannes á Rodos, seinni kent sum Maltesarordanin) í 1315. 200 ár seinni stóð Maltesaraordanin yvirfyri eini hóttan av einari muslimskari innvasjón, og noyddist at lata oynna upp í hendurnar á tí Osmanniska Ríkinum í 1523. Osmanarnir (turkarnir) høvdu ræði á Kos í 400 ár, til oyggin kom undir italsk yvirvald í 1912. Undir seinna heimsbardaga bleiv oyggin hersett av aksemaktunum og var hersett av italskum hermonnum til Italia yvirgav seg í 1943. Britisk og týsk herlið stríddust um oynna í "Stríðnum um Kos", har Nazi-Týskland siðraði. Týsk herlið hersettu oynna til kríggið endaði í 1945, tá gjørdist Kos eitt protektorat undir Stórabretlandi og varð síðan handað Grikkalandi í 1947. Kend fólk úr Kos. Standmynd í Kos av Hippokrates Symi. Symi (grikskt: Σύμη) er ein griksk oyggj og bygd, sum liggur í oyggjabólkinum Dodekanes (Tólvoyggjarnar), tætt við oynna Rodos. Oyggin er fjallalendi og hevur tvær bygdir, Symi og Ano Symi, umframt fleiri smærri bygdir, strendur og søgulig øki. Symi hoyrir fyrisitingarliga til Rodos. Oyggin liggur tætt við Turkisku vesturstrondina, sum fyrr var nevnd Lítla Asia og Anatolia. Skipasmíð og svampaídnaður vóru týdningarmiklar vinnur fyri oynna fyrr, og tá fólkatalið var størst, búðu 22.500 fólk har, tað var síðst í 19. øld. Í dag er fólkatalið minkað niður í 2500. Evvia. Evvia (grikskt: Εύβοια, Euvoia, forngrikskt: Εὔβοια, Eúboia) er næststørsta oyggin í Grikkalandi í vídd og eftir fólkatalið, næst eftir Kreta. Tað smala Euripus-sundið skilur oynna frá Viotia á grikska meginlandinum. Oyggin er long og smøl og líkist einum sjóhesti, sæð úr erva. Hon er 150 km long og í breiddini er hon millum seks og 50 km. Oyggin strekkir seg úr útnyrðingi móti landsynningi og hevur ein fjallarygg, sum byrjar á meginlandinum í Tessalia, gongur gjøgnum alla Evvia og víðari til oyggjarnar Andros, Tinos og Mykonos. Hægstu fjøllini á Evvia eru: Dirfys (1.745 m), Pyxaria (1.341 m) í ein landnyrðing og Okhi (1.394). Fornøld. Søgan hjá Evvia snýr seg í høvuðsheitum um søguna hjá teimum báðum býunum Khalkis (Khalkida á nýgrikskum) og Eretria. Báðir býir vóru jóniskar niðursetubýir frá Attika. At hesir býir høvdu stóran týdning kann eisini síggjast útfrá tí, at frá Khalkis og Eretria vóru fleiri koloniir stovnaðar í "Magna Graecia" og á Sisilia, eitt nú Kumae, Rhegium og Naxos, og á strondini á Makedonia. Við hesum lótu attikarnir upp nýggjar handilsrutur fyri Grikkaland og víðkaðu um økið til tað vesturlendsku sivilisatiónina. At Evvia hevur havt stóra makt í hesum tíðarskeiði kann eitt síggjast við tað at tey evviansku vekteindirnar og mátini vóru brúkt í Athen heilt fram í tíðina til Solon, og í teimum jóniske býunum yvirhøvur. Khalkis og Eretrea síggja út til at hava verið líka sterkir og vóru eisini kappingarneytar. Ein tann fyrsti sjóbardagin, ið fór fram í grikskari søgu var ímillum hesir báðir býirnar. Í 490 á.Kr. bliv Eretria næsten lagt í oyði og íbygvarnir vóru fluttir til Persia. Býurin varð bygdur upp aftur eftir stríðið við Marathon tætt við har ið upprunaligi býurin lá, men býurin fekk aldrig sína sterku støðu aftur, sum hann hevði havt fyrr. Eftir hetta var Khalkis tann sterkasti av teimum báðum, men Athen var nú við at fáa størri vald. Í 506 á.Kr. tapti Khalkis ein bardaga móti Athen, sum sendi 4000 attiskir niðursetumenn til oynna og sá út til at fáa valdið á oynni. Miðøld. Í 1157 vóru allir býir og bygdir, sum lógu við strendurnar á Evvia, lagdir í oyði av herdeildum av Sisilia. Tað Ottoman–Venetiska Stríð (1463–79) førdi til, at Evvia hin 12. juli 1470 og heilt framm til grikska frælsisstríðið frá 1821 til 1830 var undir Osmanniskum stýri, ossmannarir nevndu oynna Eğriboz ella Ağriboz, sum er avleitt av Euripus (sundið millum oynna og meginlandið). Í 1830 gjørdist Evvia partur at tí nýggja grikska kongaríkinum. Ferðasamband. Evvia er bundin saman við meginlandið við tveimum brúgvum. Tann eina er Khalkida brúgvin, ið leiðir ferðsluna frá Khalkida á Evvia til Tive (Theben) á meginlandinum. Hin brúgivn fer framvið Khalkis, men vegurin til brúnna byrjar í Athen. Allar brúgvar á Evvia eru hongibrúgvar. The Little Mermaid (1989 filmur). "The Little Mermaid" ("Lítla havfrúgvin"; danskt heiti: "Den lille Havfrue") er ein amerikanskur teknifilmur frá 1989, framleiddur av Walt Disney Feature Animation og frumsýndur hin 14. november 1989 í Amerika og 16. november 1990 í Danmark. Filmurin er hin 28. í røðini av teimum klassisku Disney teknifilmunum og byggir á danska ævintýri hjá Hans Christian Andersen við sama heiti. Filmurin verður hildin at vera tann fyrsti av teknifilunum, sum gongur undir heitinum "renessansan hjá Disney". Í tí donsku útgávununi eru tað millum onnur hesi ið leggja røddir til filmin: Marie Ingerslev, Nikolaj Bohm, Thomas Eje og Kirsten Rolffes. Í tí ensktalaðu útgávuni er tað millum onnur hesi ið leggja røddir til: Jodi Benson, Pat Carroll, Samuel E. Wright, Christopher Daniel Barnes og Kenneth Mars. Thessalia. Kort yvir Grikkaland, ið vísir hvar regiónin Thessalia er. Thessalia (grikskt): Θεσσαλία, á eolisk grikskum ella thessaliskum: Πετθαλία / Petthalia) er eitt landafrøðilig øki og fyrisitingar eind í Grikkalandi, sum fevnir um tað mesta av tí forna Thessalia. Áðrenn ta "Griksku Myrku Øldina", sum var umleið 1200 á.Kr. – 750 á.Kr., varð økið kent sum Aeolia, og verður eisini nevnt soleiðis í Odysseini hjá Homer. Thessalia gjørdist partur av tí nýggja grikska statinum í 1881, eftir at hava verið undir ottomanskum stýri í hálva fimtu øld. Síðan 1987 hevur Thessalia verið ein av teimum 13 regiónunum í Grikkalandi, og hevur síðan Kallikratis reformin í 2010 verið býtt sundur í 5 regionalar eindir og 25 kommunur. Høvuðsbýurin í regiónini er Larissa. Thessalia liggur í miðgrikkalandi og hevur mark við regiónirnar Makedónia í norði, Epirus mót vestri, Miðgrikkaland móti suðri og Egearahavið móti eystri. Thessalia regiónin fevnir eisini um also Sporaduoyggjarnar. Kefalonia. Kefalonia (grikskt: Κεφαλονιά, Κεφαλλονιά) fyrr eisini nevnd Kefallinia er tann størsta av teimum Jónisku oyggjunum í Vestur grikkalandi. Oyggin er eisini ein regional eind í Región Jónisku Oyggjar. Høvuðsbýurin á Kefalonia er Argostoli. Jarðfrøði. Oyggin er 781 km2, umleið ein triðingur av fólkunum búgva í Argostoli. Lixouri er tann næststørsti býurin, og tilsaman búgva 2/3 av íbúgvunum á Kefalonia í teimum báðum býunum. Kefalonia liggur mitt í miðdeplinum fyri eitt jarðskjálvta øki, og smáir jarðskjáltar sum ikki merkjast henda á hvørjum ári. Í 1953 hendi ein stórur jarðskjálvti, sum legði nærum alla oynna í oyði, bert bygdin Fiskardo har norðuri á oynni var so gott sum órørdur. Fleiri serstøk náttúrufyribrigdi eru á oynni, teirra millum er Mellisani holan, við einum vatni, sum er bæði uttanfyri holuna og inni í holuni og Koutavos vatnið í Argostoli. Fjøll og trø. Hægsta fjallið á oynni er Ainos fjallið, sum er 1628 m høgt; í ein útnyrðing eru Paliki fjøllini, har Lixouri er saman við øðrum fjøllum sum Geraneia (Gerania) og Agia Dynati. Toppurin á Ainos fjallinum er yvirvaksin við Abies cephalonica (grikskum granntrøum) og er ein náttúrupark. Oyggin hevur verið illa plágað av skógareldum í 1990-árunum og í 2000-árunum. Djóralív. Kefalonia er væl kend fyri tær stóru havskjaldbøkurnar (Caretta caretta), ið leggja síni egg á Kaminia strondini. Skjaldbøkurnar verða vardar av einum Havskjaldbøku Verju-felagsskapi. Millum eysturstondina og oynna Ithaka, heldur ein hóttur kópur til, munkakópurin (Monachus monachus). Yvir 200 ymisk fuglasløg eru sædd á Kefalonia. Kirkjur og klostur. Á oynni eru fleiri klostur og kirkjur, tvey klostur eru á tí breiða partinum av oynni: Aghia Panagia í Markopoulo í ein landsynning og "Sankta Gerasimus av Kefalonia", sum liggur ávegis millum Argostoli and Michata í einum dali, umgyrt av fjøllum. "Sissia" klostrið sigst vera stovnað av Frans av Assisi, tað varð oyðilagt av jarðskjálvtalnum í 1953, men leivdirnar av tí síggjst enn. The Oval. The Oval er ein fótbóltsvøllur í Belfast, Norðurírland. Har er pláss til 26.556 áskoðarar, men orsakað av trygdartiltøkum, mugu tað ikki vera fleiri enn 5.056 áskoðarar til fótbóltsdystir. Oval hevur verið heimavøllur hjá Glentoran síðan 1903, áðrenn tað, frá 1892 til 1903 hevði felagið ein annan heimavøll við sama navni. "The Oval" stadion varð bumbað undir seinna heimsbardaga undir Belfast Blitz í apríl-mai 1941. Stadion lá tá óvirkið líka til tað var blivið umvælt og kundi lata upp aftur í 1949. Norðurírska Steypakappingin (Irish Cup) verður av og á hildið á "The Oval" stadion. Rio de Janeiro. Rio de Janeiro, stytt Rio (merkir Jarnbreytabýurin á portugisiskum), er næststørsti býur í Brasil, næst eftir São Paulo; í sjálvum býnum búgva umleið 6,3 milliónir íbúgvar, meðan tað í Rio og økinum rundanum búgva 12,3 mió. fólk. Býurin ber orð fyri at vera ein tann vakrasti býur í heiminum.. Hann er bygdur úti við eina breiða vík, men á landsíðuni er hann innigyrdur av fjøllum, sum eru avvaksin við grønum, vøkrum skógum. Fleiri milliónir ferðafólk koma til Rio á hvørjum ári at njóta góða veðrið, at vera á sandstrondunum. Sólin sær at kalla hvønn dag í Rio de Janeiro, meðal samdøgurshitin er 24,1 °C. Til sammetingar kann nevnast, at meðal samdøgurshitin í t.d. Danmark er 7,7 °C. Í Rio de Janeiro kemur nógv ferðafólk oman á sandin at sóla sær og spæla flogbólt o.a. Best umtókta strondin í Rio de Janeiro er Copacapana. Bara góðir svimjarar fara út um lónna, tí at har rekur so hart. Standalinjan í Brasil, úr Franska Gujana til Uruguei, er 7400 km long. Nógv skip úr ymsum londum leggja at í Rio. Í teimum nýggju býarpørtunum eru nógv av húsunum bygd upp í luftina sum í stórbýunum í USA og Evropa. Mentan. Rio de Janeiro á korti yvir Brasil Rio de Janeiro verður vertsbýur fyri Olympisku Leikirnirnir í 2016 og, saman við São Paulo, vertsbýur fyri FIFA World Cup í 2014. Fótbóltur er tann best umtókti ítrótturin í Rio de Janeiro, har eru fimm fótbóltsfeløg í býnum: Vasco da Gama, Botafogo, Fluminense, Flamengo og América Football Club. Tað felagið av hesum fimm, sum hevur klárað seg best í brasilsku kappingini, er Flamengo. Felagið er ongantíð enn flutt niður í lægri deild. Flamengo hevur seks ferðir vunnið brasilska meistaraheitið: 1980, 1982, 1983, 1987 og 1992 og 2009. Ein 30-metra høg Kristus standmynd er vartekin fyri býin, hon stendur á ein 8 metra høgum fundamenti á Korkovado fjallinum. Standmyndin vigar 1 145 tons. Eysturevropa. a> býta økið sundur í suður, norður, vestur og eystur. Tað reyða økið er Eysturevropa. Eysturevropa er ikki so fjølbygt sum Vesturevropa, men eisini her er fólkatættleikin væl oman fyri heimsmiðalfólkatalið. Í Eysturevropa eru ríkini Bulgaria, Pólland, Rumenia, Moldova, Ukreina, Kekkia, Slovakia, Ungarn, Hvítarussland og ein partur av Russlandi, sum tó er eitt nógv størri ríki og røkkur langt inn í Ásia. 

Búskaparliga kunnu vit enn býta Evropa í tvey: Vesturevropa við nógvum ógvuliga ríkum londum, til dømis Fraklandi, Stóra Bretlandi og Týsklandi. Í Eysturevropa harafturímóti, ið var kommunistiskt til fyrst í 1990-árunum, eru londini nógv fátækari, til dømis Rumenia, Bulgaria og Ukreina. Tey stríðast við at menna búskapin, so at tey kunnu gerast kappingarfør á heimsmarknaðinum. Í 1989 syndraðust kommunistisku skipanirnar í Eysturevropa, og í 1991 gjørdi miseydnað kvettroynd, at kommunisman í Sovjetsamveldinum fekk mønustingin. Áðrenn Sovjsetsamveldið fall vóru tey lond roknaði uppí Eysturevropa, sum hoyrdu til Warszawasamgonguna, men síðan kommunisman fall, verða lond sum Russland, Hvítarussland, Ukraina og Moldova eisini roknað sum Eysturevropa. Eysturevropa hevur mark móti eystri við Uralfjøllunum og móti suðri við Kaukasusfjøllunum (Georgia og Armenia). Veðurlagið. Í Eysturevropa er væl størri munur á veðurlagnum á vetri og sumri enn í Vesturevropa. Í Eysturevropa eru vetrarnir bítandi kaldir við kavaroksstormum og ísi á hvørjari á. Einaferð miðskeiðis í mars er veturin brádliga av, og áðrenn vika er farin, er várið komið við lýggjum veðri. Summarið kemur í mai og varar út í oktober. Um summarið skínur sólin næstan altíð frá heiðum himli, tí er har sera lýtt og turt alt summarið. Í slíkum veðurlagi eru vakstrarvánirnar góðar, og grøðin verður væl dyggari her enn í Vesturevropa, sum hevur havveðurlag. Tey fáa nógv av góðum maisi, hveiti, rugi og øðrum nyttuvøkstri úr jørðini. Tá ið veturnáttadagur í oktober er farin afturum, er summarið brádliga av, og um eina góðu viku er heystið komið við væl kaldari veðri. HM í fótbólti fyri feløg. Heimsmeistarakappingin fyri feløg ella FIFA Club World Cup er ein altjóða fótbóltskapping, ið verður fyriskipað av FIFA (Fédération Internationale de Football Association). Kappingin var fyrstu ferð hildin í 2000 í Brasil og var tá á enskum nevnd "FIFA Club World Championship", síðan var hon av ymiskum orsøkum ikki hildin aftur fyrr enn í 2005, og hevur síðan tá verið fyriskipað á hvørjum ári. Síðan 2005 hava tvey lond verið vertir, tey eru Japan og Sameindu Emirríkini. Yvirlit yvir vertir, vinnarar, nummar tvey og trý. "Viðmerkingar til úrslit har ið "n" stendur:" Osasco. Osasco er ein býur og kommuna í Brasil. Býurin liggur í landslutinum São Paulo, og hevði 718.646 íbúgvar í 2008. Søga. Økið, har ið Osasco er nú, varð fyrst bygt av Tupi-Guaraní fólkinum, sum er eitt av upprunafólkum Brasils. Býurin Osasco varð bygdur í 19. øld av italska tilflytaranum Antonio Agù. Í dag er ein av høvuðsgøtunum í býnum uppkallað eftir honum. Hann varð ættaður úr Osasco í landslutinum Torino í Norðuritalia. Tilfkytarar úr Italia, Spania, Portugal, Týsklandi, Írlandi, Armenia, Libanon, Ísrael og Japan fluttu til Osasco í hesum tíðarskeiði. Osasco gjørdist sjálvstøðug kommuna hin 19. februar 1962. Fólkatalsfrøði. Øll búgva í býarøki, onki landbúnaðarøki er í Osasco. Fólk í Osasco kunnu vænta at liva í 71,35 ár. Kvinnur í burðardyggum aldri fáa í meðal 1,94 børn í meðal. Barnadeyðiligheitin hjá pinkubørnum undir eitt ár er 15,64 fyri hvørji 1000 fødd børn. Fólkatalið er vaksið nógv seinastu árini. Í 1960 var fólkatalið 113.243, tíggju ár seinni var talið komið upp á 283.073. Í 1980 var fólkatalið 474.543, í 2000 var talið komið upp á 652.593 og í 2009 var fólkatalið vaksið upp til 718.646. "Kelda: IBGE" Trúgv. "Kelda: IBGE - Brazilian Institute of Geography and Statistics, 2000 " Premier League. a>, venjari hjá Manchester City, tekur móti Premier League steypinum í 2014 Premier League er tann hægsta deildin, Meistaradeildin, í enskum fótbólti. Millum 2001 og 2016 var almenna heitið á ensku meistaradeildini av sponsor-ávum "Barclays Premiership" ella "Barclays Premier League". Tjúgu lið spæla í Premier League, hvørt lið møtir hinum liðunum tvær ferðir í einum fótbóltsári: einaferð á heimavølli og einaferð á útivølli, tvs. at liðini spæla 38 dystir hvør. Tá allir dystirnir eru leiktir og fótbóltsárið er komið at enda, er tað liðið sum hevur fingið flest stig vunnið kappingina, og samstundis flyta trý tey niðastu liðini niður í næstbestu deildina, sum nevnist "Football League Championship" ella bara "The Championship". Deildin varð stovnað 20. februar 1992. Áðrenn tað nevndist besta fótbóltsdeildin hjá monnum í Onglandi "Football League First Division", henda varð stovnað í 1888. Premier League er vælumtókt ikki bara í Onglandi og Stóra Bretlandi sum heild, men kring allan heimin. Premier League er tann fótbóltsdeildin í heiminum, ið hevur flestar sjónvarpshyggjarar. Dystirnir verða vístir í 212 londum til 643 milliónir heim, har umleið 4,7 milliardir hyggjarar hava møguleika at síggja dystirnir í sjónvarpi. Síðan 1888 hava 23 feløg vunnið enska meistaraheitið. Av teimum 45 feløgunum, ið hava spælt við í Premier League, síðan henda deildin byrjaði í 1992, hava sjey feløg vunnið meistaraheitið: Manchester United (13), Chelsea (5), Manchester City (4), Arsenal (3), Blackburn Rovers (1), Leicester City (1) og Liverpool (1). Hagtøl. "Kursiv skrift" merkir leikarar, sum enn spæla profesjonellan fótbólt. Feit skrift merkir leikarar, sum enn spæla í Premier League. Gásadalstunnilin. Gásadalstunnilin er ein 1,4 kilometa langur einsporaður tunnil til og úr Gásadali í Vágum. Tunnulin byrjar í Bø og gongur mót vestri til Gásadals gjøgnum fjallið Knúkarnir. Tunnilin læt upp í 2003 fyri fótgangarum, og í 2004 læt hann upp fyri bilaferðslu, tó at tunnilin enn ikki var opin fyri almenninginum. Síðani 2005 hevur tunnilin verið opin fyri almenninginum. Alment varð tunnilin tó tikin í nýtslu 21. desember 2006. Chelsea F.C.. Chelsea F.C. er eitt enskt fótbóltsfelag, sum spælir í bestu deildini, Premier League. Felagið varð stovnað hin 1. mars 1905 á The Rising Sun Pub av Henry Augustus Mears og beiggja hansara Joseph. Chelsea spælir sínar heimadystir á Stamford Bridge, sum liggur í býarpørtunum Hammersmith og Fulham í útsynningspartinum av London. Síðan Premier League varð stovnað í 1992, hevur Chelsea vunnið enska meistaraheitið tríggjar ferðir umframt einaferð áðrenn 1992, tá besta deilin varð skipað á annan hátt og hevði annað heiti. Venjarar. a> var venjari hjá Chelsea 2019-21. a> var venjari hjá Chelsea 2009-11. Premier League 2010-11. Premier League 2010/11 var tað 19. umfari í Premier League og tað 112. umfari í bestu ensku fótbóltsdeildini. Arsenal F.C.. Arsenal F.C. er eitt fótbóltsfelag úr Islington, ein býarpartur í enska høvuðsstaðnum London. Felagið varð sett á stovn í 1886. Besta liðið spælir í Premier League. Heimavøllurin hjá Arsenal er Emirates Stadium í Holloway, London Mezzano. Mezzano (týskt: "Matzan im Taufers" ella "Mittersdorf"; Primieriskt: "Meðàn") er ein kommuna í Trentino-Suður-Tyrol, á Norður-Italiu, sum liggur 53 kilometrar eystan fyri Trento. Mezzano hevur mark til hesar kommunur: Siror, Canal San Bovo, Imer, Transacqua, Cesiomaggiore og Sovramonte. Kommunan liggur í Primierodalinum við Imer. Piemonte. Kort yvir landslutir í Piemonte Piemonte (italskt: Piemonte, Piemontesiskt og oksitanskt: Piemont, franskt: Piémont) er ein ein av 20 regiónum í Italia. Piemonte er ein sjálvstýrandi landslutur, sum liggur í útnyrðingsitalia. Høvuðsmáið ið verður tosað har er piemontesiskt. Italskt verður eisini tosað har og í Oksitandalunum býr ein minniluti, sum tosar sítt egna mál, oksitanskt. Tað oksitanska málið verður eisini tosað í Suðurfraklandi, Monako og í Katalonska dalinum Val d'Aran. Piemontesikst verður tosað í Piemont av meira enn einari millión fólkum. Piemont landsluturin er 25.402 km2 til støddar og fólkatalið er umleið 4,4 milliónir. Landafrøði. Piemonte er næststørsta región av teimum 20 regiónunum í Italia, næst eftir Sisilia. Piemonte er umgirt av Alpunum til tríggjar síður, millum teirra eru fjøllini Monte Rosa og Monte Viso, har tann 652 km langa Po áin rennur. Piemonte hevur mark til Frakland, Sveis og tær italsku regiónirnar Lombardia, Liguria, Aosta Dalin og eitt pinkalítið sindur við Emilia Rómanja. 43,3% av Piemonte er fjallalendi, 30,3% er av lágum fjøllum ella heyggjum, og 26,4% er láglendi ella marklendi. Ítróttur. Fleiri sløg av ítróttir verða íðka á høgum støði í Piemonte. Innan fótbólt eru tað serliga feløgini Juventus F.C. og Torino F.C., ið hava gjørt seg galdandi. Fótbóltsfeløgini í Piemonte hava vunnið flest italsk meistaraheiti. Flogbóltur verður serliga íðkaður í Cuneo, sum hevur manslið og í Novara, har tað serliga eru kvinnurnar, sum hava klárað seg væl. Innan kurvabólt kunnu nevnast Biella Basketball og Junior Casale, og innan íshockey kunnu nevnast Hockey Club Turin (sum varð stovnað í 1947) og hockey á rulluskoytum, har Amatori Vercelli hevur vunnið trý meistaraheiti, einaferð italsku steypakappingina og tvær ferðir CERS Cup. Alessandria (landslutur). Kort yvir Italia, ið vísur, hvar Alessandria landsluturin er. Landsluturin Alessandria (italskt "Provincia di Alessandria") er ein landslutur í regiónini Piemonte í Norðuritalia. Alessandria er høvuðsbýurin í landslutinum. Við fólkateljingini í 2001 búðu 418.231 fólk í Alessandria. Asti (landslutur). Her liggur Asti landsluturin í Norðuritalia. Landsluturin Asti (italskt "Provincia di Asti") er ein av landslutunum í regiónini Piemonte í Norðuritalia. Asti er høvuðsbýurin í landslutinum. Tað musserandi víni við sama navni (Asti vín) kemur frá hesum landslutinum. Við fólkateljingini í 2012 búðu 222.336 fólk í landslutinum Asti. Økið er 1.504,5 km² til støddar. Torino (landslutur). Landsluturin Torino liggur í útnyrðingsitalia. Landsluturin Torino er ein landslutur í regiónini Piemonte í Norðuritalia. Torino er høvuðsbýur í landslutinum. Hin 30. juni 2011 var fólkatalið í landslutinum 2.306.676. Tað eru 315 kommunur í Torino landslutinum, tað er tað størsta talið av kommunum í nøkrum italskum landsluti yvirhøvur. Økið er 6,830 km² til støddar. Kuneo (landslutur). Kuneo á korti yvir Italia. Landsluturin Kuneo (italskt: Cuneo, piemontesiskt: Coni) er ein landslutur í útsynningshorninum av norðuritalsku regiónini Piemonte. Mót vestri hevur Kuneo mark til fronsku regiónina Provence-Alpes-Côte d'Azur, móti norði er mark til italska landslutin Turino, móti eystri er mark til landslutin Asti og móti suðri er mark til teir liguriansku landslutirnar Savona og Imperia. Kuneo er eisini kendur sum "Provincia Granda", sum merkir tann stóri landsluturin, tí hann er triðstørsti landslutur í Italia, næst eftir Suður-Tyrol og Foggia. Kuneo er høvuðsbýur í landslutinum. George Jones. George Glenn Jones (f. 12. september 1931 – d. 26. apríl 2013) var millum størstu røddirnar í countryheiminum. Hann var tað, ið nevnt verður ein legenda, men náttina til leygardagin 26. apríl 2013 doyði Jones, 81 ára gamal. Hann var á eini tónleikaferð, sum hann frammanundan hevði boðað frá, fór at vera hansra seinasta. Tann 18. apríl kendi hann seg ikki væl, fleiri konsertir vórðu avlýstar, og Jones varð innlagdur á eitt sjúkrahús í Nashville, Tennessee við fepri og óstøðugum blóðtrýsti. Hann doyði av iltmangli, sambært familju hansara. Jones sang sangir um drukktúrar og hjartasorg, og var hetta ofta íblást av egnu uppslítandi lívsførslu hansara. Hann náddi meira enn nakar annar countrysangari hittlistarnar í heimlandinum, heilar 150 ferðir kom hann á listarnar í USA. Kent er eittnú lagið “He Stopped Loving Her Today”. George Jones, sum sjálvur Frank Sinatra útnevndi næststørstu rødd í USA, var giftur fýra ferðir og í stórtíð síni í fimti- og sekstiárunum náddi hann javnan forsíðurnar í amerikonskum bløðum, orsakað av harðligu drukktúrunum, skjótum og heitum kærleiksromansum. George Jones hevur m.a. verið giftur við Tammy Wynette frá 1969 til 1975, tey fingu dóttrina Tamala Georgette, sum eisini er country sangari og hevur framført saman við pápanum. Attika (landslutur). Attika er er ein søguligur landslutur í Grikkalandi, kendur úr fornaldarsøguni, men er í dag eisini ein av teimum 13 fyrisitingarligu landslutum Grikkalands (periforia á grikskum, region á enskum), men hetta nýggja økið er væl størri enn tað søguliga Attika og fevnir eisini um nakrar oyggjar umframt ein part av Peloponnes, oyggjarnar eru eitt nú Salamina, Egina, Poros, Spetses og Hydra, sum liggja sunnanfyri og í ein útsynning frá Athen og Pireus, og so Kythira, sum liggur sunnanfyri Peloponnes. Landsluturin Attika fevnir um 3.808 km2. Í 2011 var fólkatalið í landslutinum 3.827.624. Tað søguliga Attika er ein hálvoyggj, sum gongur út í Egearahavið, og har høvuðsstaður Grikkalands, Athen, liggur. Fyrisiting. Attika landsluturin varð settur á stovn í 1987 undir einum fyrisitingarligum reformi, og til 2010 vóru hesar fyrisitingarligu eindirnar í landslutinum: Athen, Eystur Attika, Pireus og Vestur Attika. Guvernørurin hjá regiónini síðan 1. januar 2011 er Ioannis Sgouros, sum varð valdur til tey lokalu valini í Grikkalandi í 2010, hann varð valdur fyri PASOK (sosialistaflokkin). Tær regionalu eindirnar eru so aftur býttar sundur í kommunur, t.d. er regionala eindin Oyggjar, býtt sundur í 8 kommunur og Vesturattika er býtt sundur í 5 kommunur. Vanlukkan á Karaiskakis. Karaiskakis vanlukkan var ein hending ið fór fram í Pireus, nærindis grikska høvuðsstaðin Athen á Karaiskakis Stadion í Neo Faliro býrarpartinum hin 8. februar 1981, beint eftir ein fótbóltsdyst millum Olympiakos F.C. og AEK Athen. Vanlukkan hendi við portur 7, sum á grikskum eitur Θύρα 7 / Thyra 7. Tað stendur ikki heilt greitt júst hvat ið fór fram og hvør ið orsøkin var, men sambært politifrágreiðingini, so var portur 7 ikki latið heilt upp, tá ið ein rúgva av Olympiakos viðhaldsfólki stormaðu móti útgongdini, fyri at feira 6-0 sigurin móti AEK. Tað bleiv ein troðkan frammanfyri hurðina, nøkur fólk mistu balansan og duttu, og so duttu onnur fólk omanyvir tey aftur, meðan onnur gingu uppiá teimum. Í alt doyðu 21 fólk í vanlukkuni, tey vóru trampaði í hel. 20 av teimum vóru Olympiakos viðhaldsfólk og eitt av teimum var AEK viðhaldsfólk, ið fylgdist við einum vinfólki, ið var viðhaldsfólk hjá Olympiakos. 19 av teimum sum lótu lív, doyðu á staðnum, meðan tvey lótu lív á sjúkrahúsi av løstunum tey fingu. Tey sum doyðu vóru tannáringar og ung vaksin. Í minsta lagi 55 onnur fólk fingu skaða. Til minnis um hesa vanlukku og fyri at minnast tey ungu ið lótu lív, savnast fólk á hvørjum ári 8. februar við Portur 7 á Kariskakis, har tey rópa í takt: "Αδέρφια, ζείτε, εσείς μας οδηγείτε." (Adherfia, zite, esis mas odhijite, "Brøður, livið, tit vísa okkum vegin.") Á tribunini har ið reyð setur eru, eru nú nøkur svørt setur, sum forma eitt 7-tal. Á eystursíðuni á stadion er reist ein minnisvarði til minnis um tey 21 deyðu, og nøvn teirra eru ritaði inn har. Eftir vanlukkuna var eitt viðhaldsfelag hjá Olympiakos stovnað og hevur tað navnið Thyra 7 (Portur 7), uppkallað eftir vanlukkuni, fyri at minnast tey deyðu. Landslutir í Japan. prefektur í Japan, tølini svara til ISO-kotuna í talvuni niðanfyri Japan er býtt sundur í 47 lokal fyrisitingarlig øki: eitt storbýardistrikt (都 To), Tōkyō; ein "krets" (道 Dō), Hokkaidō; tvey býarprefektur (府 Fu), Ōsaka og Kyōto); og 43 prefektur á landinum (県 Ken). Á japonskum verða tey saman nevnd kalles "Todōfuken" (都道府県). Honshu. Honshu (japanskt: 本州|本州, sum merkir Meginøkið) er tann størsta av teimum fýra høvuðsoyggjunum í Japan. Fólkatalið var 103 milliónir í 2005, 98,3 milliónir í 1990; í 1975 var tað 89,1 millión. Oyggin liggur sunnanfyri Hokkaido og norðanfyri Shikoku og í ein landnyrðing av Kyushu. Oyggin er 7. størsta oyggj í heiminum næst eftir Java í Indonesia. Tey flestu fólkini búgva har ið flatlendi er, umleið 25% búgva í Kantōregiónini. Tað er eisini í hesum økinum at Tokyo, høvuðsstaður Japans liggur. Stórtokyo fevnir umfrant Tokyo bý eisini um hesir býir: Yokohama, Kawasaki, Saitama og Chiba. Hjúnaband. Tað er vanligt, at tvey sum giftast taka ring uppá, antin áðrenn tey giftast, ella tá tey giftast. Hjúnaband ella hjúnalag er ein samfelagslig sambinding ella løgfrøðilig avtala millum tveir persónar, í summum samfeløgum er tó loyvt einum manni at hava fleiri konur, men í vesturheiminum er hetta ikki loyvt. Fyrr í tíðini var hjúnabandið bert loyvt millum tvey av ymiskum kyni, í Føroyum er tað enn soleiðis, men í nógvum øðrum londum, er tað nú loyvt tveimum av sama kyni antin at giftast ella at ganga saman í skrásett parlag. Í Føroyum er hvørki loyvt. Tvey sum giftast fáa nøkur rættindi og nakrar skyldur mótvegis hjúnafelagnum. Rættindini kunnu t.d. vera at arva hjúnafelagan, tá hesin doyr, hetta er eisini galdandi fyri ávísar pensjónir vm. Skyldur yvirfyri hjúnafelagnum kunnu t.d. vera at uppihalda hjúnafelagnum, um annar vinnur meira pening enn hin. Lógir eru ofta orðaðar alt eftir, um fólk er gift ella ikki. Í summum londum eru lógir nú broyttar, soleiðis at sambúgvandi pør eisini fáa ávisar skyldur og rættindi, sum gift hjún hava. Hetta kann t.d. vera galdandi við peningaligum veitingum frá tí almenna. Í nógvum mentanum kring heimin er eitt hjúnaband ofta knýtt saman við ymiskum ritualum og hátíðarhaldi. Í Føroyum kunnu fólk velja at vígast í kirkju ella í øðrum kristiligum ella øðrum átrúnaðarligum samkomum, ella borgarligt. Ein borgarlig vígsla kann t.d. fara fram á einari politistøð ella hjá borgarstjóranum. Størstiparturin av føroyingum giftast í kirkju. Kynsleyst hjúnalag. Kynsleyst hjúnalag (ella samkynt hjúnaband) er eitt hjúnalag millum tvey fólk av sama kyni. Fyrsta hjúnabandið millum tveir menn verður í 27 f.Kr. skrásett í Rómverska fullveldinum. Hjúnalag millum samkynd nú á døgum, bleiv loyvt í summum londum í tí fyrsta tíggjuárinum av 2000-árunum. Hjúnalag millum tvey av sama kyni er ikki loyvt í Føroyum, heldur ikki skrásett parlag. Í Danmark hava samkynd í fleiri ár havt møguleika fyri at liva saman í skrásettum parlagi, men hin 7. juni 2012 samtykti danska Fólkatingið eina nýggja hjúnabandslóg fyri Danmark við 85 atkvøðum fyri og 24 ímóti. Lógin er ikki galdandi fyri Føroyar og Grønland. Í november 2014 vóru tað 18 lond, ið loyva hjúnabandi millum tvey av sama kyni: Argentina, Belgia, Brasil, Danmark, Finnland, Frakland, Ísland, Kanada, Luksemburg, Niðurlond, Noreg, Nýsæland, Portugal, Spania, Stórabretland, Suðurafrika, Svøríki, Uruguei og harafturat eru tað fleiri minni partar av londum, ið loyva tí, eitt nú partar av Meksiko og USA. Í kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri LGBT Føroyar í apríl 2013, taka heili 68 % undir við, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúnaband. Tað vil siga, kunnu vígast á ráðhúsum og sýsluskrivstovum, men ikki í kirkjum og samkomum. Harafturímóti siga einans 27 % seg vera móti hesum. 5 % siga seg ikki vita hvat tey halda um málið. Tá spurningurin verður býttur út á kyn, siga heili 72 % av kvinnum ja til at javnseta samkynd og hinskynd í hjúnabandslógini, meðan tað eru 65 % av monnum, sum siga ja. Størsta stuðulin fáa tey samkyndu í Norð­streymoy, har 81 prosent av borgarun­um siga ja til samkynt hjúnarlag. Í øllum økjum í landinum, í øllum aldursbólkum, í øllum útbúgvingar- og lønarbólkum er meiriluti fyri eini broyting í hjúnabandslógini, soleiðis at samkynd verða javnsett við aðrar borgarar. Tsitsi Dangarembga. Tsitsi Dangarembga (fødd 1959) er ein simbabviskur rithøvundur og filmsleikstjóri. Foreldur hennara lósu í Onglandi, og tí er hon uppvaksin har. Í Simbabvi gekk hon fyrst á missionsskúla í Mutare. Hon hevur lisið medisin við universitetið í Cambridge, men gavst við at lesa og vendi heimaftur til Simbabvi beint áðrenn landið gjørdist sjálvstøðug í 1980. Meðan hon las sálarfrøði við universitetið í Harare, luttók hon í einum dramabólki. Hon metti tó, at tað ikki vóru nakrir sjónleikir í hóskaðu til leiklutir til svørt fólk, og tí fór hon sjálv í holt við at skriva og skrivaði skjótt tríggjar sjónleikir. Fyrsta skaldsøga hennara, sum á svenskum eitur "Rotlös", fekk upprunaheitið "Nervous Conditions" eftir einum sitati av Sartre í fororðunum til bókina hjá Frantz Fanon við svenska heitinum "Jordens fördömda": "The status of the 'native' is a nervous condition". Dangarembga bjóðaði bókina til eitt bókaforlag í Simbabvi, men tey noktaðu at útgeva bókina, og so endaði tað við, at bókin fyrst varð givin út í London. Eitt høvuðs tema í skaldsøguni er hvussu ein kvinna skal uppnáa frælsi uttan at svíkja sín uppruna og missa sínar røtur. Bøkur umsettar til svenskt. "Rotlös: skaldsøga um eina svarta gentu, sum veksur upp í Afrika", 1990 (Nervous Conditions 1988) Astrid Lindgren. Astrid Anna Emilia Lindgren (fødd Ericsson, fødd 14. november 1907 – 28. januar 2002) var ein svenskur rithøvundur. Í desember 2012 var hon nummar 20 í heiminum á yvirliti yvir rithøvundar sum eru mest týddir til onnur mál enn móðurmálið. Hon hevur selt umleið 145 millión bøkur kring allan heimin. Hon er mest kend fyri barnabøkurnar um "Pippi Langsokk", "Karlsson á takinum" og "Børnini í Dundurdali", "Ronja Ránsmannadóttir" og "Brøðurnir Leyvuhjarta" og "Emil úr Lønneberg". Bøkur. Turið Sigurðardóttir hevur týtt fleiri Pippi-bøkur til føroyskt. Myndabøkur. Myndir: Anna Riwkin-Brick. Filmar. Hetta er ein kronologiskur listi yvir biograffilmar, sum er gjørdir eftir søgum hjá Astrid Lindgren. Rosamaria Murtinho. Rosamaria Pereira Murtinho (fødd 24. oktober 1939 í Belém) er sjónleikari úr Brasil. Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins. Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins er ein bókmentavirðisløn, sum Útnorðurráðið letur til høvundan ella høvundarnir og teknarnir av einari bók úr einum av teimum trimum londunum í Útnorði: Føroyar, Ísland og Grønland. Útnorðurráðið tók avgerð um at seta hesa virðislønina á stovn á ársfundinum í 1999. Manchester City F.C.. Manchester City F.C. er eitt fótbóltsfelag úr enska býinum Manchester. Felagið spælir í Premier League. Føroyski lamdsliðsmálmaðurin, Gunnar Nielsen, hevur spælt við Manchester City, hann spældi ein dyst við besta liðnum, og gjørdist harvið fyrsti føroyingur, ið spældi við ensku Premier League. Streymur hevur spælt móti Manchester City í UEFA Cup í 2008-09, Manchester vann báðir dystirnir 2-0. Wayne Rooney. Wayne Mark Rooney (føddur 24. oktober 1985) er ein enskur fótbóltsleikari, sum spælir sum álopsleikari fyri enska Premier League felagið Manchester United F.C. og fyri enska landsliðið. Hann spældi sín fyrsta A-landsdyst fyri Ongland í 2003, og setti tá met sum yngsti spælari nakrantíð, ið hevði spælt á enska A-landsliðnum. Hetta metið er síðan tikið av Theo Walcott. Hann er yngsti málskjýtti hjá Onglandi yvirhøvur. Hann spældi við í EM í fótbólti í 2004 og skoraði tá fýra mál og gjørdist eitt skifti yngsti málskjýttin í kappingini. Rooney spældi við til HM 2006 og HM 2010, og verður av nógvum mettur at vera besti enski fótbóltsleikarin. Hann hevur vunnið heiðurin sum Ársins fótbóltsspælari í Onglandi tvær ferðir, í 2008 og 2009. Í mars 2013 hevur hann vunnið 81 millumtjóðadystir og skorað 35 mál, hetta ger at hann er fimt besti málskjútti hjá Onglandi yvirhøvur. Nýggju ára gamal fór Rooney at spæla við Everton, og har spældi hann fyri fyrstu ferð sum professionellur fótbóltsleikari í 2002. Rooney spældi við Everton til hann á sumri 2004 bleiv keyptur av Manchester United F.C. fyri 25,6 milliónir £. Sama árið fekk hann kelinavnið "Wazza". Síðan tá hevur United við Rooney á liðnum vunnið enska meistaraheitið fimm ferðir, UEFA Champions League 2007–08 og tvær steypakappingar. Harumframt hevur hann tvær ferðir fingið silvur í Champions League og tvær ferðir í Premier League. Í apríl 2012 skoraði Rooney sítt 180. mál, sum gjørdi hann til fjórð mest skorandi leikara hjá United yvirhøvur. Millumtjóða mál. "Hagtølini eru dagførd eftir dystin, sum varð spældur 26. mars 2013" Egina. Egina (grikskt: Αίγινα - Aígina [ˈeʝina], g verður úttala sum føroyski bókstavurin j) er ein oyggj í Grikkalandi. Oyggin hoyrir til tær Saronisku oyggjarnar, sum liggja beint sunnanfyri og í ein útsynning av Athen og Pireus í tí Saronisku Víkini. Tær størstu av Saronisku oyggjunum eru: Salamis, Angistri og Poros. Onkuntíð verða oyggjarnar Hydra, Dokos og Spetses roknaðar uppí tær Saronisku oyggjarnar. Egina liggur bert 27 km frá Athen, ferjur og skjóttgangandi bátar sigla fleiri ferðir dagliga millum oynna og meginlandið. Egina er ein kommuna í Attika landslutinum. Tær størstu bygdirnar á Egina eru hesar: (tølini í klombrum er fólkatalið, sum tað var í 2011) Egina býur er høvuðsbýur á oynni og liggur í útnyrðingshorninum av oynni. Av tí at fjarðstøðan til Athen er so lítil, eru tað nógvir athenbúgvar, ið ferðast til oynna, og fleiri eiga frítíðarhús á oynni. Fólkatalið á oynni er umleið 13.000. Oyggin er 87,41 km2 til støddar, til samanberingar kann nevnast, at Borðoy er 96 km2. Saronisku Oyggjar. Saronisku Oyggjar er ein oyggjabólkur í Grikkalandi, sum liggur í Saronisku víkini. Oyggjarnar liggja beint sunnanfyri og í ein útsynning av Athen og Pireus, bert 27 km frá Athen. Tær størstu av Saronisku oyggjunum eru: Egina, Salamis, Angistri og Poros. Onkuntíð verða oyggjarnar Hydra, Dokos og Spetses roknaðar uppí tær Saronisku oyggjarnar. Saronisku oyggjarnar hoyra undir Attika landslutin. California Lutheran University. California Lutheran University (ofta stytt til CLU ella Cal Lutheran) er ein privatur lærdur háskúli í Thousand Oaks, Kalifornia. Á skúlanum ganga um samanlagt um 4000 næmingar. Cal Lutheran varð sett á stovn í 1959. Suðurkalifornia. Suðurkalifornia á korti yvir Kalifornia; Suðurkalifornia er merkt við reyðum. Suðurkalifornia (Southern California á enskum) er eitt landafrøðilig øki í Kalifornia í USA. Suðurkalifornia fevnir um San Bernardino County, Los Angeles County, Ventura County, San Diego County, Riverside County, Orange County og Imperial County. Los Angeles er næststørsti býur í USA og liggur í Suðurkalifornia. Aðrir stórir býir eru San Diego, Long Beach, Bakersfield og Anaheim. Veðurlagið er turt og heitt, og landslagið berligt, helst fyri eystan, men fram við Kyrrahavi er lendið fruktabetri. Fleiri milliónir ferðafólk koma til Suðurkalifornia á hvørjum ári at njóta góða veðrið. Tann spanskttalandi parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og búskapi. Næstan helvtin (44,9 % í 2010) av fókinum í Suðurkalifornia er ættað úr Meksiko. Tá ið Meksiko tók loysing frá Spania í 1821, var Kalifornia partur av Meksiko. Í 1846 bað Kalifornia um at verða limað inn í USA. Tað varð atvold til kríggj ímillum Meksiko og USA í 1846-1848. Kalifornia bleiv alment lutstatur í USA 9. september í 1850. Søga. Territory of Colorado var ein roynd at gera ein part av Suðurcalifornia til ein nýggjan stat (og hevur einki at gera við núverandi statin Colorado). Nýggi staturin varð skotin upp í 1859 sum eitt mótmæli móti høga skattatrýstinum, sum varð lagt í umráðnum. Til dømis rindaðu teir dupult so nógv í skatti sum námsarbeiðarar í økinum. Oddamaður fyri uppskotinum var Andres Pico, sum legði uppskot fyri kongressina um at stovna nýggja statin. Caroline Sunshine. Caroline Sunshine (fødd 5. september 1995) er ein sjónleikari, dansari og songkvinna úr USA. Hon er best kend fyri sín leiklut sum Barbara Winslow í Fox familjufilminum, "Marmaduke", og fyri sín leiklut sum tann smarta evropeiska skiftislesandi Tinka Hessenheffer í skemtisjónvarpsrøðini "Shake It Up" á Disney Channel. Hon hevur eitt nú sungið sangin "Afterparty" á soundtrack útgávuni, sangin hava føroyski Bárður Háberg úr føroysku fyritøkuni Baroli Music og Scott Krippayne skrivað. Disney Channel sjónvarpsrøðir. Listi yvir sjónvarpsrøðir, sum hava verið vístar á Disney Channel, tær seinastu vera enn vístar á rásini hjá Disney. Disney Channels sæst eisini í Føroyum hjá teimum ið hava Televarpið, parabol ella ávís sløg av internet sjónvarpi. Disney Junior originalar sjónvarpsrøðir. Hygg eisini at: Disney Junior Alex Ferguson. Sir Alexander Chapman "Alex" Ferguson, CBE (føddur 31. desember 1941) er ein skotskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Hann man vera mest kendur fyri sína longu lívsleið sum høvuðsvenjari hjá enska Premier League liðnum Manchester United F.C., har hann var venjari í 26 ár, frá november 1986 til 2013. Hann kunngjørdi 8. mai 2013, at hann nú fór at gevast sum venjari hjá United. Tey 26 árini, sum venjari hjá United, vann hann 38 steyp, eitt nú 13 Premier League meistaraheiti og UEFA Champions League tvær ferðir. Listi yvir sesongir. 2 Vinnari av Intercontinental Cup. Bólkaspæl í 2000 FIFA Club World Cup Liv and Maddie. "Liv and Maddie" (danskt heiti: "Liv og Maddie", eitur "Liv and Maddie: Cali Style" í fjórðu sesong) er ein amerikonsk tannáringa undirhaldssendirøð skapað av John D. Beck og Ron Hart og framleidd av It's a Laugh Productions fyri Disney Channel. Tað er Dove Cameron, ið hevur leiklutirnar sum Liv og Maddie Rooney. Framleiðslan av sjónvarpsrøðini byrjaði í apríl 2013 við ein pilot episode víst hin 19. juli 2013 í Amerika. Sjónvarpsrøðin varð send regluliga í Amerika frá 15. september 2013. Sjónvarpsrøðin varð víst fyrstu ferð í Danmark hin 20. desember 2013 sum ein "sneak peek" og varð send regluliga frá 24. januar 2014. Eyðkennislagið til sjónvarpsrøðina hava teir báðir føroyingarnir Bárður Háberg og Óli Jógvansson skrivað og framleitt, teir eiga tónleikafyritøkuna Baroli Music. Temalagið eitur Better in Stereo. Søgugongd. Sjónvarpsrøðin snýr seg um tvær eineggjaðar tvíburðarsystrar við sera ymiskum persónleikum. Liv Rooney er sera feminin og hevur verið filmsstjørna í Hollywood í fýra ár í egnum TV-show, meðan Maddie er meira dreingjalig og dámar væl ítrótt og spælir við á kurvabóltsliðmum í skúlanum. Leikarar. "Leiklutir í sjónvarpsrøðini Liv and Maddie:" Útoyggjastevna. Útoyggjastevna verður hildin einaferð um árið í juni ella juli. Tað er Útoyggjafelagið ið skipar fyri stevnuni. Stevnan verður hildin á einari av teimum átta útoyggjunum í Føroyum. Oyggjarnar sum eru limir í Útoyggjafelagnum eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Koltur, Hestur, Skúvoy og Stóra Dímun. Í 2011 varð stevnan hildin hin 18. juni á Húsum og í Syðradali á Kalsoynni. Í 2012 varð Útoyggjastevnan hildin úti í Svínoy hin 23.juni. Gunnvá við Keldu, sum tá var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sum Svínoy er partur av, helt røðu. Løgtingsvalið 1980. Løgtingsvalið í Føroyum 1980 varð hildið 8. november 1980. 23.273 atkvøður vóru taldar upp. Løgtingslimir í Føroyum 1980-84. Tað vóru 32 løgtingslimir á Føroya Løgtingi millum løgtingsvalini 1980 og 1984. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vóru størstu flokkar, og Pauli Ellefsen skipaði eina borgerliga samgongu við Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, sum vardi alt tíðarskeiðið. Til stuttleika kann nevnast, at 5 løgtingslimir høvdu Olsen til eftirnavn, av teimum umboðaðu 4 Eysturoyar valdømi. Løgtingsvalið 1978. Løgtingsvalið í Føroyum í 1978 varð hildið 7. november 1978. Talið av løgtingslimum varð hækkað frá 26 til 32. Hetta var fyrsta løgtingsvalið, har kvinnur vóru valdar inn beinleiðis, tær vóru Karin Kjølbro (TF) og Jona Henriksen (JF), báðar úr Suðurstreymoy. Paul Scholes. Paul Aron Scholes føddur 16 November 1974 er enskur fóbóltsleikari sum hevur spælt alla sína karrieru í Manchester United har hann er ein livandi legenda. Scholes hevur spælt yvir 600 dystir fyri United og skorað fleri enn 100 mál. Harumframt hevur Scholes higartil (mai 2013) spælt 66 landsdystir fyri Ongland og skorað 14 mál. Santorini. Santorini (grikskt: Σαντορίνη, eisini kend sum Thira (Θήρα) á nýgrikskum, Thera á forngrikskum, er ein oyggj í Egearahavinum í Grikkalandi. Oyggin er tann syðsta í oyggjabólkinum, sum verður nevndur Kykladurnar (Κυκλάδες). Oyggin er 73 km2 til støddar og liggur umleið 200 km í ein landssynning frá grikska meginlandinum. Í 2011 var fólkatalið á oynni 15.500. Santorini er tann størsta av fleiri smærri oyggjum, sum tilsaman eru Santorini kommuna. Bert ein onnur av hesum oyggjum eru bygdar, hin oyggin er Therasia, tær smærru óbygdu oyggjarnar eru: Nea Kameni, Palaia Kameni, Aspronisi og Christiana. Tilsaman er víddin av hesum oyggjum 90,6 km2. Santorini er av vulkanskum uppruna eins og Føroyar, og líkist tí ikki hinum griksku oyggjunum, sum ikki eru av vulkanskum uppruna. Síðan 2011 hevur Santorini kommuna verið partur av Thira regionalu eindini. Hinar kommunurar í eindini eru tær nærmastu oyggjarnar, tær syðru Kykladuoyggjarnar, hinar kommunurnar í Thira regionalu eindini eru: Anafi, Folegandros, Ios og Sikinos. Sikhisma. Størsti halgidómur teirra er Gylta Templið í Punjab, India. Sikhisma er ein heimsátrúnaður úr Punjab í Norðurindia. Stovnarin var Guru Nanak, føddur í 1469. Hann var sonur ein hindu, men dámdi ikki trúnna á nógvar gudar og heldur ikki kastuskipanina. Guru Nanak var hugtikin av, at islam lærdi, at øll eru eins. Tá hetta bert var galdandi fyri muslimar, gjørdi hann av at seta á stovn ein átrúnað, sum bygdi á, at bert ein gud er til, Vaheguru, og at fyri honum eru øll eins uttan mun til átrúnað, húðarlit og kyn. Níggju aðrir guruar tóku við eftir Nanak og mentu sikhismuna. Halga bók teirra er Adi Granth. Mong sikhisk mannfólk hava vavhúgvu, turban, um høvdið sum tekin um reinleika. Sikhisma og hinduisma góðtaka hvørja aðra, eins væl og tær góðtaka kristindóm, jødadóm og islam. Tíggjundi og seinasti lærumeistarin, Gobind Rai (1675-1708), gav nógvum sikhum sama eftirnavn: Singh. Hann bað eisini allar sikhar bera vápn. Hvør maður skuldi hava slíðraknív og kamb upp í sær, og teir máttu aldri klippa sær hárið. Sikhisma hevur ikki breitt seg um heimin, sum eitt nú t.d. islam hevur. Tað ræður ikki um at breiða sikhismu út. Flyta sikhar til onnur lond, dyrka teir sín átrúnað og sína mentan á sama hátt sum heima, í tann mun, tað ber til. Sikhisma telur eini 30 mió. fólk, har tey festu búgva í Norðurindia. Nøkur fá eru búðsitandi aðrastaðni í heiminum, eitt nú í USA (uml. 750 000) og í Kanada (uml. 470 000). 90 % av teimum býr í India. Andros. Andros á korti yvir Suðuregearaoyggjarnar, sum er ein av 13 landslutum í Grikkalandi (fyrisitingarligt øki) Andros (grikskt: Άνδρος) er ein oyggj í Grikkalandi. Oyggin er tann norðasta av Kykladuoyggjunum og liggur umleið 10 km í ein landsynning av oynni Evvia og umleið 3 km norðanfyri oynna Tinos. Andros er 380 km2 til støddar, í 2011 var fólkatalið á oynni 9.221 og fólkatættleikin 24/km2. Oyggin er nærum 40 km long og 16 km har hon er breiðast. Oyggin er eitt nú kend fyri sítt kelduvatn, sum kemur úr Sariza kelduni í Apoikia, hon rennur út úr einum leyvuhøvdi. Søga. Í fornøld (7. - 6. øld á.Kr.) varð oyggin bygd av jóniskum fólkum (økið var í høvuðsheitum har í Turkaland er í dag og tær griksku oyggjarnar í Egearahavinum), møguliga blandað við fólkum úr Thrakia (økið fevnir í dag um landnyrðingshornið av Grikkalandi og partar av Bulgaria og Turkalandi). Í 480 á.Kr. sendi oyggin skipaflota til Xerxes I av Persia, og bleiv tí straffað av tí grikska flotanum, ið herjaði á oynna. Í 411 á.Kr. proklameraði oyggin, at hon var sjálvstøðug og í 408 á.Kr. stóð hon ímóti einum álopi úr Athen. Frá 1207 til 1566 varð Andros stýrd av privatu familjunum Zeno og Sommaripa undir venesianskari verju og eftirliti. Síðan kom oyggin undir beinleiðis osmanniskt og muslimsk stýri. Í 1821 bleiv oyggin samman við hinum Kykladuoyggjunum fræls og gjørdist partur av Grikkalandi. Hin 10. mai 1821 kunngjørdi uppreistarsinnaði presturin, Theophilos Kairis, sum var ein av oddamonnunum í grikska frælsisstríðnum, at nú var grikska frælsisstríðið byrjað, og so heisaði hann grikska flaggið á St. Georgs kirkjuni, sum liggur vakurt á eini fjallasíðu á Andros og helt eina kenda og hjartanemandi røðu, sum eggjaði reiðarum og vinnulívsfólkum til at lata burturav ognum teirra til frama fyri grikska frælsisstríðnum, so teir kundu senda flotar avstað móti osmannum. Tinos. Panagia Evangelistria kirkjan á Tinos Tinos (grikskt: Τήνος) er ein griksk oyggj, sum liggur í Egearahavinum. Í fornøldini var oyggin kend við nøvnunum Ofiussa (frá grikska orðinum orius, sum merkir slanga) og Hydroessa (av grikska orðinum hydor, sum merkir vatn). Oyggin er ein av Kykladuoyggjunum og liggur tætt við oyggjarnar Andros, Delos og Mykonos. Oyggin er 194 km2 til støddar, í 2011 var fólkatalið á oynni 8.636. Oyggin er kend í Grikkalandi orsakað av Panagia Evangelistria kirkjuni (Our Lady of Tinos), fyri tær umleið 80 vindmyllurnar, tey umleið 1000 dúgvutornini, tær 50 bygdirnar og fyri tær venesiansku borgirnar á Exomvourgo fjallinum. Á oynni búgva fólk sum hava griksk-ortodoksu trúnna og fólk ið hoyra til tað rómverks-katólsku trúnna. Tinos er eisini kend fyri listafólk, málarar og myndahøggarar sum Nikolaos Gysis, Jannoulis Khalepas og Nikiforos Lytras. Pílagrímsferð. Einaferð um árið fara trúgvandi grikkar pílagrímsferð til Tinos fyri at vitja Panagia Evangelistria kirkjuna, har ein serstøk ikon hongur, ið fólk trúgva førir til undur. Pílagrímsferðin fer fram 15. august (dekapendavgusto), sum er dagurin, har Gudsmóðir sovnaði (Dormition of the Theotokos). Fleiri av pílagrímunum grulva á hondum og knøum teir 800 metrarnar frá ferjuleguni til kirkjuna, fyri at vísa virðing. Sufisma. Sufisma er ein meir enn túsund ára gomul rørsla innan islam. Hugtakið sufisma verður brúkt um islamska mystikk og spiritualitet, sum snýr seg um takksemið menniskjans mótvegis Allah. Sufisman tók seg upp í Irak um 600-700 e.Kr. Poula Øssursdóttir Mohr. Poula Øssursdóttir Mohr (fødd 1995) er ein føroyskur svimjari, sum í løtuni (mai 2013) svimur fyri Havnar Svimjifelag og fyri Føroyar. Hon hevur sett fleiri føroysk senior og junior met í svimjing. Á FM Stevnuni í Havn í mai 2013 varð hon kosin "Ársins Svimjari". Poula er dóttir listamálaran Øssur Mohr. Bróðir hennara Pauli Øssursson Mohr er eisini svimjari, sum eitt nú hevur sett føroysk senior met í 50 m bringu á lang- og stuttgeil og fleiri liðmet (senior) á stuttgeil. Eldri bróðir teirra Jákup Øssursson Mohr var svimjari fyrr og var við til at seta met í liðsvimjing í 4 x 200 m frí á langgeil. Poula hevur fyrr svomið fyri Fuglafjarðar Svimjifelag. Í mai 2013 varð Poula úttikin til Føroyska svimjilandsliðið sum skal svimja á HM í Barcelona. FM 2013. Poula luttók á FM í svimjing 2013 í Havn 9. til 11. mai 2013 og vann 4 gull heiðursmerki, eitt silvur og 2 bronsu. Harumframt vann hon heiðurin Ársins svimjari hjá kvinnum 2013. Ársins svimjari 2013. Eftir FM-kappingina í svimjing í mai 2013 varð Poula kosin "Ársins svimjari 2013" hjá kvinnunum. Hjá monnunum var tað Pál Joensen, ið vann heiðurin. Oyggjaleikir 2009. Poula vann tvey silvur heiðursmerki á Oyggjaleikunum 2009. Jainisma. Jainisma er ein heimsátrúnaður úr India. Jainistarnir trúgva ikki, at nakar gud er til. Átrúnaður teirra boðar, at tú aldri má fara harðliga fram ímóti nøkrum lívandi. Jainistarnir trúgva á endurføðing. Jainisma líkist hinduismu. Nú eru einir 6 mió. jainistar, flestir í India. FA Cup. Football Association Challenge Cup, stytt FA Cup er ein steypakapping í mansfótbólti í Onglandi og Wales. Kappingin er fyrireikað av og uppkallað eftir tí enska fótbóltssambandinum The Football Association. FA Cup varð fyrstu ferð spælt í fótbóltsárinum 1871-72. Manchester United F.C. er tað felagið, sum hevur vunnið ensku steypakappingina oftast, teir hava vunnið FA Cup 11 ferðir, beint eftir teir kemur Arsenal, sum hevur vunnið FA Cup 10 ferðir. Í 2013 vann Wigan fyri fyrstu ferð FA Cup, tá teir vunnu steypafinaluna 1-0 móti Manchester City F.C.. Hagtøl fyri vinnarar og silvurvinnarar. I perioden 1871-2012 er FA Cup blevet vundet af 42 forskellige klubber, mens yderligere tretten klubber har været i finalen uden at vinde. Tottenham Hotspur F.C.. Tottenham Hotspur Football Club er eitt enskt fótbóltsfelag, sum varð sett á stovn í 1882. Felagið spælir í ensku Premier League og hevur heimavøll í Tottenham, London. Stadion teirra eitur White Hart Lane. Enskir meistarar í fótbólti. Listi yvir enskir meistarar í fótbólti. Premier League (1992–nú). Við feitum vísir at eitt felag vann greipuna – tv.s. Meistaraskaps- og FA Cup vinnarar ELLA Meistaraskaps og European Cup vinnarar "Við kursiv" vísir at eitt felag vann allar tríggjar kappingar – tvs. Meistaraskaps, FA Cup og European Cup vinnarar Meistarheiti vunnin í alt. Feløg við feitum kappaðust í Premier League í 2012–13 sesongini. Premier League 2011-12. Premier League 2011/12 var tað 20. umfari í Premier League og tað 113. umfari í bestu ensku fótbóltsdeildini. FM í svimjing 2013. Føroyameistarastevna í svimjing varð hildin í Havn frá 9. til 11. mai 2013. Pál Joensen varð kosin "Ársins svimjari hjá monnum" og Poula Øssursdóttir Mohr varð kosin "Ársins svimjari hjá kvinnum". Markus Joensen varð kosin "Ársins stjørnuskot" hjá monnum/dreingjum og Lív Erlingsdóttir Eidesgaard vann heiðurin sum "Ársins stjørnuskot" hjá kvinnum/gentum. Pál Joensen gjørdist tann svimjarin sum fekk flest FINA stig til eina kapping, og fekk handað steyp fyri tað. Alex José dos Santos. Alex José dos Santos í 2012 Alex José dos Santos (føddur 28. mars 1981 in Ipajuipe, Bahia, Brasil) er ein fótbóltsleikari, sum síðan 2004 hevur spælt fótbólt í Føroyum. Í løtuni (2017) spælir hann við ÍF. Hann spældi við B36 frá 2004 til 2008 og við Streymi frá 2009 til 2011. 2012-2015 spældi hann við HB, men fór í 2016 at spæla við ÍF. Í 2003 spældi hann við Boldklubben Frem í donsku Superliguni. Í 2002 spældi hann við SFC Opava í Opava í Kekkia og Associação Portuguesa de Desportos frá São Paulo. Heðin Lisberg Olsen. Heðin Lisberg Olsen (føddur 1994) er ein føroyskur svimjari, sum hevur svomið fyri Svimjifelagið Reki úr Leirvík, Ægir úr Klaksvík og fyri Føroyar. EM 2012. Heðin kráraði kravtíðirnar til EM 2012, sum varð hildið í Debrecen í Ungarn. Hann setti føroyskt met og juniormet í 100 m frí við tíðini 53.37. Harvið tók hann metið frá Pál Joensen, tað var 53.55 minuttir. Juniormetið á hesum teigi hevði hann sjálvur sett árið fyri til EJM. SMS X-mas Sprint 2011 - Vann eina gullnál. Á SMS X-mas Sprint 2011 stevnuni í Klaksvík, sum varð hilidin 17. desember 2011, vann Heðin eina gullnál, tá hann megnaði at svimja 100 metrar frí upp á 50.82 sekund. Fyri at fáa eina gullnál skal ein megna at svimja teir 100 metrarnar upp á 51.14 sekund. Oyggjaleikir 2011. Heðin luttók á Oyggjaleikum 2011, har hann vann 2 gull í liðkappingum 50 og 100 metrum frí hjá monnum, 2 silvur í liðkappingum 4x50 og 100 metrar blandað hjá monnum, og so vann hann eitt bronsu heiðursmerki einsamallur í 50 metrum frí. Heðin fór seinni at venja við og svimja fyri Ægir. Jutta Thomsen. Jutta Thomsen (fødd 5. juli 1990) er ein fyrrverandi føroyskur elitusvimjari, sum hevur sett føroysk met og vunnið heiðursmerki eitt nú á Oyggjaleikum. Birita Debes. Birita Debes (fødd 1995, uppvaksin í Rituvík) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og fyri Føroyar. Hon hevur fyrr svomið fyri FLOT. Í mai 2013 varð hon úttikin til Føroyska svimjilandsliðið, sum skal svimja á HM í Barcelona í juli/august 2013. FM 2013. Birita vann fleiri heiðursmerki á FM stevnuni í Havn í mai 2013. EM 2012 - føroyskt met í 50 m rygg. Birita luttók á EM stevnu í Debrecen, Ungarn í 2012. Hon vann ikki nakað heiðursmerki, men svam sína bestu tíð í 50 m rygg, hon svam við tíðini 30.60, sum var nýtt føroyskt met. Oyggjaleikir 2011. Birita svam fyri Føroyar á Oyggjaleikunum 2011. Hon vann 4 gull, 2 silvur og 1 bronsu heiðursmerki. Harav vóru 4 liðkappingar og 3 einstaklingakappingar. 2010. Birita kláraði seg sera væl í 2010. Hóast hon var juniorur í 2010, so setti hon fleiri føroysk senior met. Eitt av metunum setti hon, tá hon sum fyrsta føroyska kvinnan vann gull á norðurlendsku svimjistevnuni. Tað gjørdi hon á NJM stevnuni í Kastrup í Danmark 11. desember 2010, hon vann gull í 100 metrar ryggsvimjing. Oyggjaleikir 2009. Birita var á føroyska svimjilandsliðnum á Oyggjaleikunum í 2009 í Álandi, hon vann 3 gull heiðursmerki og 1 bronsu heiðursmerki. Malaisia. Maleisia er eitt kongsveldi í Landsynningsásia. Har búgva umleið 30 mió. fólk. Maleisia hevur mark við Teiland, Indonesia, Brunei og Singapor. Høvuðsstaðurin eitur Kuala Lumpur. "Maleisiski tikarin", sum landið verður rópt, er eitt kloddateppi av ymiskum mentanum og átrúnaðir. Maleisia er eitt eysturland í stórari menning. Politikkur. Landið er samveldisríki, tilsamans eru sekstan ríki, herav níggju sultánríki. Sultántrúnan gongur í arv, og sultánarnir skiftast um at verða kongar í Maleisia. Fimta hvørt ár velur Maleisia nýggjan ríkisovasta. Landafrøði. Maleisia er frælst ríki í syðra parti av Malakkahálvoynni. Maleisia er í tveimum høvuðslandslutum, sum eru langt hvør frá øðrum, ímillum landslutirnar er Suðurkinahav. Vestari landslutur er á meginlandinum, sunnarlaga á Malakkanesi ímillum Teiland og Singapor, og eystari landslutur er norðarumegin í Borneo. Inni í landspartinum Sarawak á Borneo er lítla landið Brunei. Landið er mest sum alt avtakið við tropiskum regnskógi, og bara tríggjundaparturin av landinum er veltur. Av tí at nógv fólk býr fram við áunum og á láglendinum við strendurnar - hetta er lendið, sum javnan stendur undir í vatni - verða húsini sett á steyrar, ið standa djúpt niður í jørðina. Bygdir við tílíkum húsum, nevnd kampung, eru víða hvar í Ásia. Húsini standa høgt frá jørðini, at tey skulu ikki fara í vatnflóð. Mongu gluggarnir og tað, at opið er undir gólvinum, ger, at húsini eru turr, og tað verður ikki so klumrut inni. Búskapur. a>. Hann er miðdepilin í búskapi og ídnaði í Maleisia. Í 1990-árunum var búskaparliga menningin í Maleisia størri enn í flestum londum í heiminum. Enn verður nógv náttúrutilfeingi vunnið, men ídnaðurin er ógvuliga nógv vaksin. Nú eru tveir triðingar av útflutninginum liðug vøra, til dømis bilar, elektrónikkur, klæði og matvøra. Ídnaður. Heimsins størstu tinnám eru í Maleisia. Tinmálmur er ein tungur steinur, sum finst í summum av fjøllunum har eysturi. Tá ið áirnar koma ígjøgnum tinfjøllini, taka tær nakað av tinsteininum við sær oman á oyrarnar. Malajararnir grava upp eina rúgvu av oyrini, seta eina vatnkanón á rúgvuna og skola móruna frá tinsteininum. Tinsteinurin verður bræddur í háovnum í Maleisia og Singapor. 

Í 1857 settu nakrir tinhøggarar upp eina legu, har áirnar Klang og Gombak renna saman í eitt. Teir nevndu leguna Kuala Lumpur, sum á maleiskum merkir "runutur samkomustaður". Legan vaks skjótt og gjørdist handilsmiðstøð í tin- og gummivinnu. Nú er Kuala Lumpur høvuðsstaður í Maleisia, og har búgva fleiri enn 1,8 milliónir fólk. Í 1970-árunum vóru fáar verksmiðjur í Maleisia, og næstan øll rávøra landsins, til dømis gummi og tin, varð flutt út til onnur lond og gjørd til lidnar ídnaðarvørur. Fyrsti bilur, sum var gjørdur í Maleisia - slagið er Proton - fór av bilverksmiðjuni við býin Kuala Lumpur í 1985. Í 1999 vóru 110.000 proton-bilar gjørdir um árið, hetta talið er voksið nógv síðan tá, mangir teirra verða seldir til Indonesia, Singapor og Stóra Bretlands. Hetta bilmerkið hevur verið so væl umtókt, at Maleisia nú er farið í holt við eina aðra nýggja bilverkætlan. Landið er eisini altjóða miðdepil í elektrónikkídnaði, og einki annað land í heiminum ger so nógvar disklastøðir til teldur. Gummitræið. Gummitræið vaks av fyrstan tíð í skógunum í Brasil, haðan tað er tikið og ført til Landsynningsásia. Í Maleisia hevur gummitræið tær bestu vakstrarvánir, tí moldin er góð og veðrið til vildar. Stórir regnskógir á Malakkahálvoynni vóru høgdir niður og lagdir í garðar. Har vóru tey fyrstu gummitrøini sett niður, og haðani eru tey farin út um allan landspartin og á oyggjarnar í Indiahavinum. Knappur helmingur av allari gummiframleiðslu í heiminum kemur úr vakstrargørðunum í Maleisia, og gummi er mætasta útflutningsvøra í landinum. Í gummitrænum er ein sevja, sum líkist mjólk, eins og í hagasóljum. Tá ið gummitræið er fimm ára gamalt, kunnu teir tappa sevju úr tí. Teir skera eina fliku inn í børkin á tí í neðra og seta eina skál undir flikuna. Niður í skálina rennur tá ein tjúkk sevja og skálin verður tømd eina ferð um dagin. Gummisevjan verður á gummivirkjum blandað við sýru, so at hon loypir saman til rágummi. Fólkið. Knappliga 30 mió. fólk búgva í Maleisia, tey flestu í stórbýunum á meginlandinum. Næstan helvtin av fólkinum í Maleisia eru maleiari. Um ein triðingur eru kinverjar, og hini eru ættað frá tilflytarum av Indianesi ella eru ymisk upprunafólk. Fjøld av upprunafólkinum býr í skóginum og livir av at veiða djór, fiska í áunum og henta frukt av trøunum. Tey, sum búgva úti við strendurnar, velta rís og rógva út. At fólkið hevur verið so blandað, var fyrr atvold til stríð ímillum fólkasløgini. Átrúnaður. Í 1414 tók fólkið í Maleisia við islamskari trúgv, tí at sultánur teirra giftist við muslimskari kongsdóttur úr Sumatra. Nýggi átrúnaðurin festi skjótt røtur um alt landið. Nú á døgum er størri helmingurin av fólkinum í Maleisia muslimar; flestir teirra halda enn islamskar lógir og siðir, og mong konufólk hava klæði um høvur og herðar, tá ið tær fara út. Markus Joensen. Markus Pauli Joensen (føddur 1996) er ein føroyskur svimjari, sum hevur sett fleiri føroysk juniormet í svimjing, og harafturat hevur hann eisini sett seniormet á ungum aldri. Á FM Stevnuni í Havn í mai 2013 setti hann trý juniormet. Hann varð kosin Ársins stjørnuskot, tá allar kappingarnar vóru lidnar á FM 2013. Hin 21. mai 2013 varð hann úttikin til Føroyska svimjilandsliðið (ungdómslandsliðið), sum skal luttaka á NMU í Reykjavík 13. og 14. juli 2013. Bank Nordik Stevna í Vági 2013 - juniormet í 100 m bringu. Markus luttók á Bank Nordik stevnu í Vági í mars 2013. Hann setti føroyskt juniormet í 100 metrum bringu við tíðini 1:06.26. Íslandsk Meistarastevna 2012. Markus luttók á meistarastevnu í svimjing í Íslandi í apríl 2012. Hann setti føroyskt seniormet í 200 m bringu við tíðini 2:37.87, hetta var í innleiðandi riðli. Hann svam seg í finaluna, men varð tíverri kolldømdur í finaluni. Gamla metið var 2:38.20, sum Jákup Øssursson setti í 2006 í Luxembourg. Bartal Hestoy hevur seinni betra um hetta metið, sum í løtuni (mai 2013) er 2:26.44. Turið S. Christiansen. Turið S. Christiansen (fødd 1996, úr Leirvík) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og Føroyar. Hon hevur fyrr svomið fyri Svimjifelagið Reki úr Leirvík, sum í 2010 legði saman við Skeggjar, nýggja felagið fekk navnið Reysti. Ægir-stevna 2011 - føroyskt seniormet. Á Ægir stevnu í 2011 setti Turið føroyskt seniormet í 200 m bringu við tíðini 2:37.64, har føroyska metið hjá henni frá úttøkustevnuni til Oyggjaleikir í apríl mánaða 2011 var 2:38.31 Reykjavík International Games 2010. Turið luttók á svimjustevnuni Reykjavík International Games 2010 í Íslandi í 2010. Hon setti føroyskt seniormet í 200 m bringu tvær ferðir, hon vann gull á hesum teininum í hennara árgangi. DM 2007. Fleiri føroyskir barnasvimjarar luttóku á DÅM (Danmarks Årgangs Mesterskaber) í 2007. Besta úrslit hjá føroyingum varð eitt annaðpláss til Turið S. Christiansen í 200 bringu fyri gentur 11 ár og yngri, hon svam við tíðini 3:14.73. Cecilia Wigant Eysturdal. Cecilia Wigant Eysturdal (fødd 1996) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og Føroyar. Hon hevur sett fleiri føroysk met í svimjing, bæði juniormet og seniormet. Í august 2015 fer hon at luttaka í norðurlandameistarakappingini í havsvimjing, sum verður í Svøríki. Í samband við venjingina til NM kappingina, svam hon frá Syðradali á Kalsoynni til Biskupsstøð í Klaksvík hin 28. mai 2015. Teinurin var á umleið 5 km og tók henni ein tíma og 21 minuttir og 3 sekund. NM í Open Water 2014. Cecilia luttók í Norðurlendsku Meistarastevnuni í Open Water svimjing á Vesijärvi vatninum nær Kangasala í Finnlandi Nr. 4 í 5 km open water við tíðini 1:08.35 tíma. Danish Open 2014. Cecilia luttók á Danish Open í mars 2014. Leygardagin 29. mars setti hon nýtt føroyskt met á 1500 m frí á langgeil við tíðini 17.51.83, sum var triðskjótasta tíð í innleiðandi riðlunum. NM í Open Water 2012. Cecilia luttók í Norðurlendsku Meistarastevnuni í Open Water svimjing á Amager Strandpark í august 2012. Hon vann bronsu í 5 km havsvimjing og kundi havt vunnið bronsu í 10 km havsimjing eisini, um hon ikki varð kolldømd, tá hon misti eina boyu. Oyggjaleikir 2011. Cecilia luttók á Oyggjaleikunum 2011 á Isle of Wight. Victoria Wigant Eysturdal. Victoria Wigant Eysturdal (fødd 1998) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og Føroyar. Hon er lítlasystir Ceciliu W. Eysturdal, sum eisini er svimjari. NMU 2014. Nr. 6 í 400 metrar frí við tíðini 4:29.09 FM/JM Stevna 2013 í Havn. Victoria setti eitt juniormet á stevnuni í einstaklingakapping (200 m frí) og so setti hon seniormet í 4 x 100 m frí. NMU 2012 í Keypmannahavn - Føroyskt senior- og juniormet. Victoria luttók á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í svimjing, sum var í Keypmannahavn í juli 2012. Unga klaksvíksgentan setti eitt seniormet og tvey juniormet á stevnuni. Keltar. Keltar búðu í Evropa um 500 f.Kr. Keltar búsettu seg, sum tíðin leið, víða um í Evropa. Um 200 f.Kr. búsettu teir seg eisini í Lítlaásia, og hesir vórðu kallaðir "galatar". Teir vóru fram úr kringir reiðmenn og góðir jarnsmiðir. Teir gjørdu vakrar skartgripir, sum til dømis gullarmbond og bringuprýði. Teir vóru óræddir og dugnaligir hermenn, og teimum dámdi væl bardaga og veitsluhald; vunnu teir sigur á fíggindanum, hátíðarhildu teir tað og ótu og drukku í fleiri dagar. Teir vóru eisini góðir listamenn, og enn eru mangir lutir til skjals, sum vísa, hvussu góðir metalsmiðir, teir vóru. Teir høvdu einki skriftmál, men løgdu sær søguna í geyma og bóru hana hann fram í kvæðum og frásagnum. Keltar búsettu seg í Gallia og pørtum av Spania, har teir bygdu bygdir og stór, vælvard verndarvirki uppi á heyggjum og høvdum. Keltar bygdu hervirki á heyggjum og høvdum og nýttu tey til ymiskt endamál, til dømis til verndarvirki, at flýggja í ella til goymslur. Nøkur vórðu sera væl gjørd og fullu væl inn í landslagið í Evropa. Keltisk fólk búsettu seg eisini í Stóra Bretlandi. Óskipaðu herdeildir teirra vóru ikki mentar at standa ímóti vælvandu rómversku herdeildunum. Flestu keltar búðu í bygdum ella á bóndagørðum. Fólk búðu í smáum húsum. Eldstaðurin á miðjum gólvi vermdi, og har gjørdu tey mat og kókaðu vatn. Veggirnar vórðu av flættaðum greinum og leiri. Djórahúðir vórðu hongdar fyri dyrnar at líva fyri gjóstri. Hálmtekja lívdi fyri vindi og regni. Húsfólkið vav klæði, dyrkaði jørðina og gjørdi búnyttur. Jomontíðin. Lakkaðar leirkrukkur frá um 8000 f.Kr. Jomontíðin í Japan tók við um 14 000 f.Kr. og vardi til eftir 300 f.Kr.. Hetta var ein hin fyrsta og eftir øllum at døma drúgvasta mentanin í japanskari søgu. Tíðarskeiðið eitur Jōmon eftir orðinum, ið merkir "snóramynstur", sum prýða fyrstu leirkerini, ið jomonfólkið gjørdi um 7000 f.Kr. Næstan alla hesa longu tíðina livdu fólk í smáum samfeløgum við strondina, við áarósar ella í líðum. Smáttur teirra stóðu hálvar niðri í jørðini og vóru taktar við leyvi og greinum. Fólkið við strendurnar livdi mest av kræklingi, ostru og øðrum skelfiski, og fólkið inni í fjallalendinum veiddi og hentaði nøtir og ber. Sum tíðin gekk, fóru teir at dyrka grønmeti og hirsu, men farið verður ikki at dyrka rís, fyrr enn jomontíðin nærum er komin at enda, og Yayoitíðin tekur við. Kojiki-fornsøgurnar, ið er savn í trimum bindum av japanskum frumsøgnum og søguligum tilburðum, skrivað við kinverskari skrift, varð liðugt í 712 f.Kr. Har verður sagt frá einum keisara, sum kom av teirri syðstu stóru oynni, Kyushu, og førdi fólk sítt í ein landnyrðing. Keisarin æt Jinmu-tennō ("Halgur krígskeisari"). Hann segði seg vera ættaðan frá sólgudinnuni Amaterasu-ōmikami. Í fimtu øld f.Kr. fekk Yamato-ættin valdið í sunnara parti í Miðhonshu, tætt við núverandi Kyoto. Oddamaðurin hjá Yamato-ættini segði seg vera ættaðan frá Jinmu-tennō, sum hóast ivasom søgulig prógv verður hildin at vera fyrsti keisarin í Japan. Guptaríkið. Guptaríkið (320-600) var eitt stórveldið í Norðurindia. Tá ið Kushanríkið syndraðist, varð India skift sundur í mong kongsdømi og tjóðveldi. Í 320 vaks Chandragupta 1. í Magadha um ríkið sítt, tá ið hann legði partar av grannalondunum undir seg og gifti seg við einari kongsdóttir av mætari ætt. Sonur hansara Samudragupta hertók land norðari og skapaði møguleikar fyri nógvum handli. Meðan skilagóði Chandragupta 2. stýrdi frá 376-415 var friðarligt og stór framgongd í ríkinum, og hesa tíðina var India mætasta og størsta ríki í Ásia. Í Guptaríki vóru fleiri heimastýrd kongsdømi, sum høvdu svorið Guptakongum trúskap. Tað fór at ganga aftur á Guptaríki, tá ið tann seinasti guptakongurin doyði í 467. Guptatíðin verður ofta søgd at hava verið ein mentanarlig gulltíð. Byggifrøði, list og bókmentir blómaðu í hesari friðartíð. Mangar fagrar borgir vórðu reistar, og mong prýðilig tempul vórðu bygd, harímillum stupain (hválvskapaður halgidómur) í Sarnath, har Buddha helt sínar fyrstu fyrilestrar. Kalidasa, eitt hitt mætasta skaldið og sjónleikaskaldið í India, yrkti nøkur av sínum kenslubornastu ørindum, meðan Kumaragupta ráddi í 415-455. Dansur og tónleikur mentu seg til klassiska indiska list, og vakrar buddha- og hindumyndir gjørdust fyrimyndir hjá eftirtíðar listafólk. Málfrøðingar granskaðu forna málið sanskrit, og tað varð nýtt sum bókmentamál og trúarmál. Lærda yvirstættin í øllum India skilti sanskrit. Mangir lærdir háskúlar vóru í Guptatíðini. Á buddhistiska háskúlanum í Nalanda lærdu á slíkum lærustovnum málfrøði, átrúnað, skilvísindi, læknavísindi og heimspeki. Guptakongar. a>, sum livdi hálvt í vatni og hálvt uppi á turrum, var eitt tað best umtókta sagndjórið í indiskari list. Grátimúrurin. a> bygdi fyri 2000 árum síðan. Grátimúrurin (verður eisini nevnt Vesturmúrurin) í Jerúsalem er halgasti staður jødanna. Grátimúrurin liggur í eldra partinum í Jerúsalem, og er einasta leivdin ið er eftir frá templinum hjá jødunum, áðrenn templið varð lagt í oyði fyri skjótt 2000 árum síðan. Grátimúrurin er eitt av kendastu ferðamálum í Ísrael. Har savnast fólk at gráta um lagnu tempulsins. Av hesum hevur múrurin fingið navnið. Eurovision Song Contest 2013. Eurovision Song Contest 2013 var tann 58. árliga evropeiska sangkappingin, sum á enskum nevnist Eurovision Song Contest, í Føroyum eisini kent sum Melodi Grand Prix. Kappingin varð hildin í Malmö, Svøríki, eftir at Loreen vann 2012 kappingina við sanginum "Euphoria". Hetta var fimtu ferð, at Svøríki var vertur fyri sangkappingini, seinastu ferð áðrenn hesa var í ár 2000. Sveriges Television (SVT) valdi at hava kappingina á Malmö Arena, eftir at hava umhugsað fleiri ymisk støð í Svøríki. Vertinna var Petra Mede. 39 lond luttóku í sangkappingini, harímillum var Armenia, sum ikki hevði luttikið síðan 2011. Fýra lond boðaðu frá, at tey ikki ynsktu at luttaka í 2013, hesi vóru: Bosnia og Hersegovina, Portugal, Slovakia og Turkaland. Danmark vann 2013 Eurovision sangkappingina við sanginum "Only Teardrops" sum Emmelie de Forest sang og sum endaði á fyrstaplássi við 281 stigum, frammanfyri Aserbadsjan við einum muni á 47 stig. Fyrra hálvfinala. Italia, Svøríki og Stóra Bretland kundu atkvøða í hesi hálvfinaluni. Teir tíggju sangirnir, ið eru eyðmerktir við appilsingulum kvalifiseraðu seg til finaluna. Seinna hálvfinala. Týskland, Frakland og Spania kundu atkvøða í hesi hálvfinaluni. Teir tíggju sangirnir, ið eru eyðmerktir við appilsingulum kvalifiseraðu seg til finaluna. Danmark í Eurovision Song Contest. Danmark hevur luttikið í Eurovision Song Contest frá 1957 til 66 og aftur frá 1978 til í dag. Emmelie de Forest. Emmelie Charlotte-Victoria de Forest betri kend sum Emmelie de Forest (fødd 28. februar 1993 í Randers, uppvaksin í Mariager) er ein donsk songkvinna og tónasmiður. Hon umboðaði Danmark við sanginum "Only Teardrops" á Eurovision Song Contest 2013 Malmö í Svøríki og vann kappingina. Sangurin var skrivaður av Lise Cabble og Juliu Fabrin Jakobsen, og var framleiddur av Thomas Stengaard. Emmelie og sangurin Only Teardrops fingu 281 stig, sum er tað hægsta stigatal, ið nakar danskur sangur nakrantíð hevur fingið í Eurovision Song Contest. Í mars 2013 skrivaði Emmelie undir ein plátusáttmála við Universal Music, og um várið 2013 gav hon út sína fyrstu fløgu. David Beckham. David Robert Joseph Beckham (føddur 2. mai 1975 í London) er enskur fótbóltsleikari, sum hevur spælt yvir 115 landsdystir fyri Ongland, sum er met, eisini hevur hann spælt fyri Manchester United, Preston North End, Real Madrid, Milan, Los Angeles Galaxy og Franska Ligue 1 felagið Paris Saint-Germain. Sum fótbóltsleikari er Beckham eitt nú kendur fyri at skjóta sera góð fríspørk. Hann er fyrsti enski fótbóltsleikarin, sum hevur vunnið meistaraheitið í fýra ymiskum londum. Í 2013 boðaði hann frá, at hann gavst at spæla professionellan fótbólt. Hann spældi 265 dystir fyri Manchester United og skoraði 65 mál fyri felagið. Hann er giftur við einari av fyrrverandi Spice Girls sangarunum, Victoriu Beckham, Posh Spice. Saman eiga tey fýra børn. Í 2009 var mett at tey í felag áttu 125 milliónir bretsk pund. Beckham er ein av teimum 125, sum Pelé valdi út til FIFA 100 listan yvir 100 teir bestu fótbóltsleikarar í heiminum (á lívi), tá FIFA fylti 100 ár í 2004. Real Madrid C.F.. Real Madrid Club de Fútbol (ensk týðing: Royal Madrid Football Club) best kent sum Real Madrid er eitt spanskt fótbóltsfelag úr Madrid. Felagið varð stovnað í 1902 við navninum Madrid Football Club og hevur líka síðan havt hvíta litin á búnunum á heimavølli. Felagið fekk kongaliga heiti Royal í 1920 frá táverandi spanska konginum Kong Alfonso XIII, samstundis fekk felagið eisini eina kongakrúnu ovast á búmerkið. Síðan 1947 hevur Real Madrid spælt sínar heimadystir á Santiago Bernabéu Stadium, sum rúmar 85.454 fólkum. Ólíkt mongum øðrum fótbóltsfeløgum í Evropa, so eru tað limir felagsins, sum eiga og reka felagið. Real Madrid er eitt av trimum sponskum feløgum, sum ongantíð eru flutt niður úr bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Hini bæði liðini eru Athletic Bilbao og FC Barcelona. Real Madrid hevur fleiri rivalar, best kent er "El Clasico", sum dystir millum Real Madrid og FC Barcelona verða nevndir. Real Madrid er heimsins ríkasta felag. Felagið hevur vunni 32 sponsk meistaraheitið í La Liga, 19 Copa del Rey, 9 Supercopas de España, 1 Copa Eva Duarte og 1 Copa de la Liga. La Liga. Liga Nacional de Fútbol Profesional (LFP; sponsk stytting fyri: "Professjonella Tjóðarfótbóltsdeildin"), best kend sum "LaLiga", á sponskum eisini nevnd "Primera División", er tann besta spanska fótbóltsdeildin hjá monnum. Deildin hevur 20 av teimum bestu liðunum úr Spania. Toppskorarar. "Viðmerking: Nøvn við feitari skrift vísa á leikarar, ið enn spæla í La Liga." Serie A. Serie A, eisini nevnt Serie A TIM av sponsor ávum vegna Telecom Italia, er meistaradeildin í italskum fótbólti hjá monnum. Deildin varð stovnað í 1929/30. Seria A er ein av bestu fótbóltsdeildum í heiminum. Meistarar. Við feitum merkir, at feløgini í løtuni spæla í bestu fótbóltsdeildini. FC Barcelona. Camp Nou stadion, sum rúmar 99.786 fólkum Futbol Club Barcelona, eisini kent sum Barcelona og sum Barça er eitt spanskt fótbóltsfelag úr Barcelona, Katalonia, Spania. Eftir at felagið varð stovnað í 1899 av einum bólki av sveisiskum, enskum og katalanskum fótbóltsleikarum undir leiðslu av Joan Gamper, er tað við tíðini blivið eitt súmbol uppá katalanska mentan og katalanismu, eins og motto'ið sigur "Més que un club" (Meira enn eitt felag). FC Barcelona spælir sínar heimadystir á Camp Nou, sum hevur pláss til nærum 100.000 áskoðarum. Felagið hevur langa siðvenju við at kappast móti Real Madrid, og dystir teirra millum verða nevndir "El Clásico". Teir eru verandi spanskir fótbóltsmeistarar og hava vunnið 23 La Liga, 27 Copa del Rey, 11 Supercopa de España, 3 Copa Eva Duarte. og 2 Copa de la Liga steyp, og eigur harumframt metið sum tað felag, ið hevur vunnið tey seinastu fýra nevndu oftast. FC Barcelona hevur tríggjar ferðir vunnið altjóða kappingina HM í fótbólti fyri feløg. Katarina Mikla. Katarina Mikla hevði óavmarkað vald í 1762-1796. Katarina Mikla (2. mai 1729 – 17. november 1796) gjørdist zarinna í Russlandi í 1762, tá ið hon hevði sett mann sín Pætur 3. frá. Hon var gløggur og ágrýtin valdsharri, og skal hava verið ávirkað av fronsku upplýsingarheimspekingunum Montesquieu og Voltaire. Tað, sum var henni fremst í huga, var at vaksa um Russland, menna tað handil og ídnað, at bøta um stýrisskipanarviðurskiftini í landslutunum og skúlaverkið, serliga so at konufólk kundu ganga í skúla. Katarina Mikla var eisini rithøvundur, og hon stuðlaði bókmentum, blaðútgávu, list og evropeiskari mentan sum heild. Atfinningarnar ímóti henni eru mest, at hon læt lívognarskipanina standa við og tók undir við at býta Pólland sundur. Størsta bragd hennara var, at hon helt fram við aðalsetningi Pæturs Mikla at menna Russland til máttmikið ríki. Tommy Seebach. Tommy Seebach (14. september 1949 í Keypmannahavn – 31. mars 2003 í Klampenborg) var ein danskur sangari, sangskrivari og pianistur, sum serliga í 1980'unum skrivaði vælumtóktir sangir. Hann doyði knappliga, fall um meðan hann gekk niðan gjøgnum eina brekku á Bakkanum í Klampenborg (Dyrehavsbakken), hann doyði á veg til sjúkrahúsið bert 53 ára gamal. Í 2009 gjørdist sonur hansara Rasmus Seebach kendur í Danmark, sum sangari, og tað skapti eisini ein nýggjan áhuga fyri tónleikinum hjá pápa hansara. Árið eftir var ein DVD um Tommy Seebach givin út, og ein sjónvarpssending, "Tommy", varð gjørd um lív hansara. Dansk Melodi Grand Prix. Hann luttók fleiri ferðir í Melodi Grand Prix, og tríggjar ferðir vann hann donsku kappingina og umboðaði Danmark á Eurovision Song Contest. Sangirnir til danska grandprix'ið skrivaði hann í samstarvi við Keld Heick. John Arni Nilssen. IM John Arni Nilssen er ein føroyskur telvari, sum í 2013 vann heimsmeistaraheitið fyri amatør-telvarar, tvs. fyri telvarar sum høvdu eitt styrkital á minni enn 2400. Kappingin varð hildin á griksku oynni Kreta í mai 2013. Til HM kappingina kom hann í A-bólkin, hann fekk 6½ stig av 9 møguligum og endaði ½ stig fremri enn týskarin, Torsten Lang. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur telvari vinnur eina alheims kapping í talvi, sum altjóða talvsambandið FIDE skipar fyri. John Arni er úr Skopun, men í løtuni búsitandi í Keypmannahavn. Hann telvaði sum ungur í felagnum Róki í Skopun, síðan fór telvaði hann fyri Havnar Telvingafelag. Hann hevur fleiri ferðir verið á Talv-Olympiadu umboðandi Føroyar. Smálandakapping í Monako 2013. Smálandakapping var í talvi í Monako síðst í november 2013. Føroyska liðið fekk eina góða byrjan við at vinna 3-1 á Luksemburg 25. november. John Arni hevði svart á øðrum borði móti Christian Jeitz og fekk javnt. Tann 26. november vunnu føroyingarnir 3½-½ móti Kypros. Talv-OL 2012 í Istanbul. John Arni luttók á Talv-OL í Istanbul í september 2012 saman við IM Helga Dam Ziska, IM John Arna Nilssen, IM John Rødgaard, Jóan Hendrik Andreasen og Rógva Egilstoft Nielsen.. Teir fingu besta úrslit higartil, um hugt veður eftir, hvussu nógv prosent teir vunnu, teir vunnu 56% av leikunum, sum teir telvaðu. Føroyar endaði sum nummar 68 av 157 londum. Áðrenn kappingina var Føroyar mett til at vera á einum 74. plássi. Føroyar fekk í alt 24½ stig av 44 møguligum. Teir vunnu fimm dystir, taptu fýra og telvaðu tveir javnt. Helgi Dam Ziska (1. borð) kláraði srg best við 6½ stigi, John Rødgård (3. borð) fekk 6 stig og Rógvi Egilstoft Nielsen (5. borð) fekk 4½ stig. John Arni og Jóan Hendrik fingu ávikavist 4 og 3½ stig. Armenia vann kappingina, Russland var nummar tvey og Ukraina var nummar trý. Føroyar var frammanfyri Finnland, sum endaði sum nummar 74. John Rødgaard. IM John Rødgaard (føddur 4. mars 1955) er ein føroyskur telvari og fyrrverandi danskur fótbóltsleikari. Hann hevur fleiri ferðir umboða Føroyar á Talv-OL og øðrum altjóða talvkappingum. Hann er uppvaksin í Danmark, flutti til Føroya í 1976, búsettist á Tvøroyri, har hann spæli fótbólt við TB í fleiri ár. Seinastu árini hevur hann tó verið mest kendur sum telvari. Í august 2013 spældi hann sín talv-landsdyst nummar 200 fyri Føroyar, og tað er met innan talvlandsdystir hjá Føroyum. Hann umboðaði fyrstu ferð Føroyar í talvi á talvolympiaduni í Saloniki í 1984, har hann eitt nú leikti javnt ímóti fyrrverðandi heimsmeistaranum Boris Spasskij. 26. august 2013 varð hann heiðraður á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, stutta tíð eftir at hann spældi sín landsdyst nummar 200 í talvi. Talv-OL 2016 í Baku. Í 2016 luttók hann á Talvolympiaduni í Baku saman við Helga Dam Ziska, Jóan Hendrik Andresen og Sjúrður Thorsteinsson. Føroyar vunnu 3-1 á Suðursudan. Føroyar fingu eitt stig í dystinum móti Bulgaria. Helgi Dam Ziska og John Rødgård telvaðu javnt á ávikavist 1.- og 2. borði, Helgi fekk remis ímóti Veselin Topalov, ið júst tá var nummar tíggju í heiminum og fyrrverandi heimsmeistari. John Rødgård fekk við svarta fólkinum eisini remis móti øðrum sterkum stórmeistara. Føroyar vunnu 3½-½ á Jersey í triðja umfari á talvolympiaduni. Talv-OL 2012 í Istanbul. John Rødgaard luttók á Talv-OL í Istanbul í september 2012 saman við IM Helga Dam Ziska, IM John Arna Nilssen, Jóan Hendrik Andreasen og Rógva Egilstoft Nielsen.. Teir fingu besta úrslit higartil, um hugt veður eftir, hvussu nógv prosent teir vunnu, teir vunnu 56% av leikunum, sum teir telvaðu. Føroyar endaði sum nummar 68 av 157 londum. Áðrenn kappingina var Føroyar mett til at vera á einum 74. plássi. Føroyar fekk í alt 24½ stig av 44 møguligum. Teir vunnu fimm dystir, taptu fýra og telvaðu tveir javnt. Helgi Dam Ziska (1. borð) kláraði srg best við 6½ stigi, John Rødgård (3. borð) fekk 6 stig og Rógvi Egilstoft Nielsen (5. borð) fekk 4½ stig. John Arni og Jóan Hendrik fingu ávikavist 4 og 3½ stig. Armenia vann kappingina, Russland var nummar tvey og Ukraina var nummar trý. Føroyar var frammanfyri Finnland, sum endaði sum nummar 74. Selma Lagerlöf. Selma Lagerlöf í 1908, Carl Larsson hevur málað. Selma Ottilia Lovisa Lagerlöf (betri kend sum Selma Lagerlöf), (fødd 20. november 1858; deyð 16. mars 1940) var ein svenskur rithøvundur. Hon fekk sítt gjøgnumbrot við "Gösta Berlings saga" (1891). Hon varð fødd og uppvaksin á harragarðinum á Mårbacka í Sunne kommunu í Värmland. Flestu søgur hennara fara fram í júst hesum partinum av Svøríki. Hon var útbúgvin lærari og undirvísti á einum gentuskúla í Landskrona í tíggju ár frá 1885 til 1895. Tað var hetta tíðarskeiðið at hon skrivaði teir fyrstu partarnir av "Gösta Berlings saga", sum hon sendi til eina skrivikapping, og síðan fekk hon í boði at geva út alla bókina. Selma var fyrsta kvinnan sum fekk Nobelvirðislønina í bókmentum, og hon var eisini fyrsta kvinnan ið gjørdist limur í "Svenska Akademien". Zlatan Ibrahimović. Zlatan Ibrahimović (føddur 3. oktober 1981 í Malmö) er ein svenskur fótbóltsleikari, álopsleikari, ið til mai 2016 spældi við italska felagnum Milan. Hann hevur fyrr spælt á svenska landsliðnum, har hann var liðskipari. Hann byrjaði sína fótbóltslívsleið í svenska felagnum Malmö FF, meðan Roland Andersson var venjari har. Hann fekk so sáttmála við Ajax og gjørdist eitt kent navn, venjari var Ronald Koeman. Seinni fekk hann sáttmála við italska felagið Juventus, hann varð seldur til Juventus fyri 16 milliónir €. Í 2006 skrivaði hann undir sáttmála við rivalarnir hjá Juventus, FC Internazionale, har hann vann heiðurslønir sum t.d. "Oscar del Calcio" og svenska "Guldbollen", hetta tíðarskeiðið spældi hann 88 dystir við Internationale og gjørdi 57 mál. Hann varð valdur til UEFA ársins lið bæði í 2007 og 2009. Á sumri 2009 varð hann seldur til Barcelona fyri 69 €, sum er næst hægsta upphæddin, ið nakar fótbóltsleikari er blivin seldur fyri. Í 2009 til 2011 spældi hann við FC Barcelona, tó var hann lántur út til A.C. Milan, har hann helt fram við kontrakt í 2011-12. Frá 2001 til mars 2016 hevði hann spælt 116 A-landsdystir fyri Svøríki og skorað 62 mál. Í 2012 var hann av enska blaðnum The Guardian á einum topp-100 lista mettur at vera fimmt besti fótbóltsleikari í heiminum. Golden Foot. The Golden Foot Award er ein altjóða fótbóltsheiðursløn, sum verður handað leikarum, sum eru einastandandi fyri teirra atletisku avrik (bæði sum einstaklingar og sum liðleikarar) og fyri teirra persónleika. Heiðurslønin verður bert givin til aktivar leikarar sum eru í minsta lagi 29 ára gamlir, og ein leikari kann bert vinna henda heiðurin einaferð í lívinum. Italska fótbóltslandsliðið. Italska fótbóltslandsliðið hjá monnum verður skipað av Italska Fótbóltssamdandinum, sum varð sett á stovn í 1898 og gjørdist limur av FIFA í 1905. Fyrsti landsdysturin hjá Italia var tó ikki spældur fyrr enn fimm ár seinni. Italia hevur luttikið í 17 HM-endaspælum, teir takkaðu nei í 1930 og einaferð, í 1958, megnaðu teir ikki at kvalifisera seg til HM-endaspælið. Fýra ferðir hevur Italia vunnið HM í fótbólti, tað var HM í 1934, HM í 1938, HM í 1982 og HM í 2006. Harvið er Italia næstmest vinnandi landið í HM, næst eftir Brasil. Bara Týskland hevur verið í fleiri finalum enn Italia, Brasil hevur verið í líka nógvum finalum sum Italia. Italia hevur eisini vunnið evropameistaraheitið í fótbólti einaferð, tað var í 1968, og verið í EM finalu tvær ferðir, í 2000 og 2012. Italska fótbóltslandsliðið hevur spælt móti Føroyum, í september 2011 møttu teir Føroyum á Tórsvølli og vunnu við einum máli móti ongum. Dysturin var tann fyrsti, ið var spældur, eftir at tær fýra nýggju ljósmastarnar vóru settar upp kring vøllin. Antonio Cassano skoraði fyri Italia í 11. minutti. Núverandi hópur. Hesir leikarar eru tann almenni hópurin til EM í fótbólti 2016. "Dystir og mál eru dagførd pr. 17. juni 2016, eftor dystin móti Svøríki." Leikarar við flest spældum dystum. Leikarar við feitari skrift eru enn virknir leikarar á italska landsliðnum. Toppskorarar. Leikarar við feitari skrift eru enn virknir leikarar á italska landsliðnum. Liðskiparar. a> 2. sep. 2011, sum Italia vann 1-0. List of captaincy periods of the various captains throughout the years. HM í fótbólti 2010. HM í fótbólti 2010 fór framm í Suðurafrika frá 11. juni til 11. juli 2010. Spania gjørdist heimsmeistari, tá teir vunnu finaluna móti Niðurlondum. Bólkarnir til HM 2010 í Suðurafrika. Lutakastið av bólkunum til heimsmeistaraskapið fór framm 4. desember 2009 í Cape Town. Kikki Danielsson. Kikki Danielsson (fødd 10. mai 1952 í Visseltofta) er songkvinna úr Svøríki. Hon hevur luttikið nýggju ferðir í svenska Melodifestivalen og einaferð í norska Melodi Grand Prix. Tvær ferðir hevur hon sungið á Eurovision Song Contest, í 1982 var hon við sum partur av svenska poppbólkinum Chips, við sanginum "Dag efter dag", sum endaði á einum áttandaplássi. Í 1985 sang hon undir egnum navni sangin "Bra vibrationer", sum endaði á einum triðja-plássi. Lotta Engberg. Lotta Engberg (fødd 5. mars 1963 í Överkalix) er songkvinna úr Svøríki. Hon vann Melodifestivalen í 1987 við sanginum "Fyra Bugg & en Coca Cola". Roxette. Roxette er ein svenskur tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1986 av Per Gessle og Marie Fredriksson. Gyllene Tider. Gyllene Tider er ein svenskur tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1977 av Per Gessle og Mats Persson. Emilia Rydberg. Emilia Rydberg (fødd 5. januar 1978 í Stockholm) er songkvinna úr Svøríki. Göteborg. Göteborg er ein býur í Göteborgs kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Göteborg er næststørsti býur Svøríkis. Fólkatalið í sjálvum býnum var 549.839 í 2010, meðan tað í øllum stórbýarøkinum Göteborg búðu 968.993 í 2014. Malmö. Malmö er ein býur í Malmö kommunu í Svøríki. Býurin er størsti býur í Skåne 280.415 (2010) og triðstørsti býur í Svøríki við umleið 280.000 íbúgvum í sjálvum býnum og umleið 298.000 í kommununi. Býurin fevnir um 71,76 km2 og hevur ein fólkatættleika á 3.908 pr. km2. Í 2013 var býurin vertur fyri Eurovision Song Contest. Oyrasundsbrúgvin er beint sunnanfyri Malmö og bindir Svøríki saman við Danmark. Brúgvin hevur skapt nýggju regiónina, sum verður nevnd Oyrasundsregiónin (Øresundsregionen). Eftir at brúgvin læt upp, eru rættiliga nógvir danir fluttir til Malmö og aðrar svenskar býir at búgva, og nógvir svenskarar pendla dagliga millum Svøríki og Danmark til arbeiðis. Søga. Býurin varð stovnaður í 1275 og var í fleiri ár næststørsti býurin í Danmark. Býurin verður fyrstu ferð umrøddur ár 1200, og verður tá nevndur Malmoghe ella Malmhauge. Við friðaravtaluni hin 26. februar 1658, sum verður nevnd Roskilde friðurin (Roskilde freden), vóru danir og norðmenn noyddir ta lata Malmö og alt Skåne til Svøríkis, og síðan hava hesi øki verið ein partur av svenska ríkinum. Danmark og Noreg vóru tá eitt ríki. Uppsala. Uppsala er ein býur í Uppsala kommunu í Uppsala län, Svøríki. Býurin liggur 66 km norðanfyri Stokkhólm og er fjórðstørsti býur Svøríkis við 140.454 íbúgvum (2010). Universitetið í Uppsala varð stovnað í 1477, og er tað fyrsta fróðskaparsetri í Svøríki. Her verður eisini Silvurbíblian goymd, hon sigst vera ein av elstu bókum í Evropa. Umeå. Umeå er ein býur í Umeå kommunu i Svøríki. Umeå er Svøríkis 12. størsti býur og hevur umleið 79 594 íbúgvar (2010). Skellefteå. Skellefteå er ein býur í Skellefteå kommunu í Västerbottens län í Svøríki. Skellefteå hevur umleið 32.775 íbúgvar (2010). Søga. Fornfrøðingar hava funnið prógv fyri, at menniskju hava búð í økinum fyri 8000 árum síðan. Hildið verður, at ein býur hevur verið á staðnum síðan umleið ár 1000, og at tað vóru sámar og møguliga eisini finnar, ið búðu har tá. Tann núverandi býurin varð stovnaður í 1845 av sóknaprestinum Nils Nordlander. Navnið "Skellefteå" varð í 1327 skrivað sum "Skelepht", tó er upprunin fyri hetta navnið ókent. Halmstad. Halmstad er ein býur í Halmstads kommunu í Hallands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 58 577 íbúgvar (2010) og er Svøríkis 20. størsti býur. Vinnulív. Býurin er ein týdningarmikil ferðavinnubýur og hevur eisini nógvar fyritøkur. Í Halmstad eru tvey ICA Maxi-vøruhús og eitt Coop Forum. Sundsvall. Sundsvall er ein býur í Sundsvalls kommunu i Svøríki. Sundsvall hevur umleið 50 712 íbúgvar (2010). Býurin liggur í landslutinum Norrland í miðskeiðis í Svøríki, umleið 395 km norðan fyri Stockholm. Sundsvall er tann størsti býurin í Västernorrlands län. Býurin varð stovnaður av svenska kong Gustav II Adolf í 1624. Luleå. Luleå er ein býur í Luleå kommunu i Svøríki. Luleå hevur umleið 46 607 íbúgvar (2013). Býurin hevur umleið 46 607 íbúgvar (2010). Östersund. Östersund er ein býur í Östersunds kommunu í Jämtlands län í Svøríki. Býurin liggur við vatnið Storsjön. Östersund hevur umleið 44 327 íbúgvar (2010). Kiruna. Kiruna er ein býur í Kiruna kommunu i Svøríki. Býurin hevur umleið 18 148 íbúgvar (2010). Jönköping. Jönköping er ein býur í Jönköpings kommunu í Jönköpings län í Svøríki. Býurin er Svøíkis 9. størsti við 93 662 íbúgvum (2013). Býurin hevur umleið 89 396 íbúgvar (2010). Gävle. Gävle er ein býur í Gävle kommunu i Svøríki. Býurin hevur umleið 71 033 íbúgvar (2010). Härnösand. Härnösand er ein býur í Härnösands kommunu i Svøríki. Býurin hevur umleið 17 556 íbúgvar (2010). Örnsköldsvik. Örnsköldsvik er ein býur í Örnsköldsviks kommunu i Svøríki. Býurin hevur umleið 28 991 íbúgvar (2010). Söderhamn. Söderhamn er ein býur í Söderhamns kommunu i Svøríki. Fólkatalið var 11.761 í 2010. Býurin er høvuðssæti fyri Söderhamns kommunu og liggur í Gävleborgs län í landslutinum Hälsingland. Söderhamn liggur langt inni í fjørðinum, Söderhamnsfjärden, í Botnisku víkini. Borlänge. Borlänge er ein býur í Borlänge kommunu i Svøríki. Býurin hevur umleið 41 734 íbúgvar (2010). Mora. Mora er ein býur í Mora kommunu i Svøríki. Býurin hevur umleið 10 896 íbúgvar (2010). Västerås. Västerås er ein býur í Västerås kommunu í Svøríki. Býurin er fimtstørsti býur í Svøríki við einum fólkatalið sum var 110 877 í 2010. Fólkatalið í Västerås kommunu var 143.368 í 2014. Örebro. Örebro er ein býur í Örebro kommunu í Örebro län í Svøríki. Býurin liggur við vatnið Hjälmaren og er tann sættstørsti í Svøríki við 107 038 íbúgvum (2010). Ítróttur. Í Örebro eru stór ítróttafeløg innan t.d. fótbólt, íshocky, kurvabólt, flogbólt og amerikanskan fótbólt. Svenska sjónvarpi SVT skýrdi í 2011 Örebro fyri at vera Svøríkis besta ítróttabý. Eskilstuna. Eskilstuna er ein býur í Eskilstuna kommunu í Södermanlands län Svøríki. Býurin hevur umleið 64 679 íbúgvar (2010). Eskilstunaáin rennur gjøgnum býin. Býurin er uppkallaður eftir Eskil, ið var biskupur fyri Tuna sókn við sæti í Tuna, ið er dagsins Eskilstuna. Nässjö. Nässjö er ein býur í Nässjö kommunu í Jönköpings län Svøríki. Býurin hevur umleið 16 678 íbúgvar (2010). Växjö. Växjö er ein býur í Växjö kommunu i Svøríki. Býurin hevur umleið 60 887 íbúgvar (2010), og er harvið tann 19. størsti býurin í Svøríki. Býurin er sæti fyri Kronobergs län og Kronobergs stift. Býurin fekk býarrættindi í 1342 og gjørdist universitetsbýur í 1999. Södertälje. Södertälje er ein býur og keypsstaður í Södertälje kommunu í Stockholms län í Svøríki. Í býnum búgva umleið 64.619 fólk (2010) Býurin, ið er tann næststørsti í Stockholms län og 16. størsti í Svøríki, liggur tætt við høvuðsstaðin í Svøríki, Stokkhólm. Býurin er eitt nú kendur fyri at hýsa tveimum altjóða fyritøkum: Scania AB og AstraZeneca. Uddevalla. Uddevalla er ein býur í Uddevalla kommunu i Svøríki. Býurin hevur umleið 31 212 íbúgvar (2010). Linköping. Linköping er ein býur í Linköpings kommunu í Östergötlands län í Svøríki. Býurin er tann sjeyndstørsti í Svøríki við 104.232 íbúgvum í 2010. Norrköping. Norrköping er ein býur í Norrköpings kommunu í Svøríki, sum liggur í Östergötlands län. Fólkatalið í býnum er umleið 87 247 (2010). Norrköping hevur umleið 87 247 íbúgvar (2010). Huskvarna. Huskvarna er ein býur í Jönköpings kommunu í Jönköpings län í Svøríki. Fólkatalið er umleið 21.500. Býurin liggur umleið fimm kilometrar frá Jönköping. Býurin var ein sjálvstøðug kommuna frá 1911 til 1970. Longu í 1950-árunum vaks býurin saman við Jönköping. Frá 1680 til 1757 var ein kongalig verksmiðja í býnum, sum framleiddi riflur. Verksmiðjan varð seld í 1757 til privat vinnurekandi, og helt fram við at framleiða vápn til svenska herin. Seinni gavst verksmiðjan við at framleiða riflur og fór í staðin at framleiða seymimaskinur og súkklur. Fyritøkan brúkar gamla stavimátan, sum er við q, Husqvarna. Nyköping. Nyköping er ein býur í Nyköpings kommunu i Svøríki. Býurin hevur umleið 29 891 íbúgvar (2010). Borås. Borås er ein býur í Borås kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Býurin er tann 14. størsti í Svøríki við umleið 66 273 íbúgvum (2010). Vänersborg. Vänersborg er ein býur í Vänersborgs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 21 699 íbúgvar (2010). Lidköping. Lidköping er ein býur í Lidköpings kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 25 644 íbúgvar (2010). Mariestad. Mariestad er ein býur í Mariestads kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 15 591 íbúgvar (2010). Ulricehamn. Ulricehamn er ein býur í Ulricehamns kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 9 787 íbúgvar (2010). Piteå. Piteå er ein býur í Piteå kommunu í Norrbotten í Svøríki. Piteå er Svøríkis 51. størsti býur við 22 913 íbúgvum. (2010). Í allari kommununi var fólkatalið 40.854 íbúgvar. Trollhättan. Trollhättan er ein býur í Trollhättans kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Trollhättan hevur umleið 46 457 íbúgvar (2010). Filmurin "Fucking Åmål" er tikin upp í Trollhättan. Falköping. Falköping er ein býur í Falköpings kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 16 350 íbúgvar (2010). Tidaholm. Tidaholm er ein býur í Tidaholms kommunu í Västra Götalands län í Svøríki.Býurin hevur umleið 8 027 íbúgvar (2010). Skövde. Skövde er ein býur í Skövde kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 34 466 íbúgvar (2010). Nynäshamn. Nynäshamn er ein býur í Nynäshamns kommunu í Stockholms län Svøríki. Býurin hevur umleið 13 510 íbúgvar (2010). Motala. Motala er ein býur í Motala kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 29 823 íbúgvar (2010). Askersund. Askersund er ein býur í Askersunds kommunu í Örebro län í Svøríki. Askersund hevur umleið 3.887 íbúgvar (2010). Í 14. øld var býurin nevndur Eskersund, í 15. øld var hann nevndur Askasund. Hin 6. juni 1776 herjaði ein stórur eldur í býnum og um kvøldið var allur býurin brendur í grund uttan eini 8-9 hús. Trý fólk lótu lív undir eldinum. Tíggju ár seinni varð býurin bygdur upp aftur við hjálp frá statinum og offurgávum. Í 1812 varð gentuskúlin "Askersunds flickskola" stovnaður. Hesin var tann næsti av sínum slag í Svøríki, ið bjóðaði hægri útbúgving til gentur/kvinnur. Oxelösund. Oxelösund er ein býur í Oxelösunds kommunu í Södermanlands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 10 870 íbúgvar (2010). Söderköping. Söderköping er ein býur í Söderköpings kommunu í Eysturgotlandi í Östergötlands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 6 992 íbúgvar (2010). Falun. Falun er ein býur í Falu kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 37 291 íbúgvar (2010). Visby. Visby er ein býur í Gotlands kommunu á oynni Gotland í Svøríki. Fólkatalið í býnum er umleið 22.593 (2010). Býarpartar. Í dag býr størsti parturin av íbúgvunum í býnum uttanfyri ringmúrin. Bara umleið 2000 fólk búgva innanfyri ringmúrin. Allir býarpartarnir ið verða nevndir her niðanfyri liggja uttanfyri ringmúrin. Tranås. Tranås er ein býur í Tranås kommunu í Jönköpings län Svøríki. Býurin hevur umleið 14 197 íbúgvar (2010). Býurin liggur við vatnið Sommen í norðara parti av Småland. Gränna. Gränna er ein býur í Jönköpings kommunu í Småland í Jönköpings län í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 553 íbúgvar (2010). Hjo. Hjo er ein býur í Hjo kommunu og er partur av Västra Götalands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 6 094 íbúgvar (2010). Landskrona. Landskrona er ein býur í Landskrona kommunu í Svøríki. Fólkatalið í býnum er umleið 30 499. Undir Fyrra heimsbardaga varð ein skipasmiðja bygd í Landskrona, sum nevndist Öresundsvarvet. Nógv fólk arbeiddu har og skipasmiðjan førdi fólkavøkstur við sær. Men eftir kríggið kom støðgur í fólkatalið, meðan grannabýir sum eitt nú Helsingborg, Lund og Malmö hildu fram við at vaksa. Mitt í 1970'unum arbeiddu umleið 3.500 fólk á skipasmiðjuni, men í 1983 læt hon aftur, og ein 20 ára long kreppa byrjaði. Býurin er tó so við og við komin fyri seg aftur. Ferðasamband. Í 2001 varð ein nýggj jarnbreytastøð latin upp í býnum, og hetta hevði sera stóran týdning fyri býin, tí tann gamla jarnbreytastøðin bert var fyri tok ið koyrdu suðureftir. Tann nýggja jarnbreytastøðin er á leiðini millum Keypmannahavn og Göteborg, og øll tok støðga í Landskrona. Føroyar hevði heimavøll í Landskrona. Tá Føroyar fyri fyrstu ferð luttók í UEFA fótbóltskapping, var tað ongin fótbóltsvøllur í Føroyum, ið kundi góðkennast til UEFA landsdystir, og tí mátti ein annar vøllur finnast í øðrum landi. Føroyar var í sama bólki sum Danmark, og tí var ein vøllur funnin, sum lá tætt við Keypmannahavn, men tó ikki í Danmark. Føroyar fekk tí heimavøll í Landskrona. Fyrsti dysturin varð leiktur móti Eysturríki hin 12. september 1990, og teir føroysku landsliðsleikararnir skaptu sensatión við at vinna 1-0 við máli sum Torkil Nielsen gjørdi. Slóðir. * Kristianstad. Kristianstad (fyrr stavað Christianstad) er ein býur í Kristianstads kommunu í Svøríki. Íbúgvaratalið er umleið 35 711 (2010). Býurin varð stovnaður í 1614 av Christian 4. av Danmark-Noregi og eitur eftir konginum. Arvika. Arvika er ein býur í Värmlands län og høvuðsbýur í Arvika kommunu í Svøríki. Býurin liggur við jarnbreytina sum gongur millum høvuðsstaðirnir í Svøríki og Noregi: Stokkhólm og Oslo. Arvika liggur í ein landsynning av Oslo. Fólkatalið er umleið 14 244 (2010). Hóast býurin ikki liggur úti við strondina, so ber til at sigla gjøgnum veitir (kanalir) til vatnið Vänern, hagani til ber at sigla víðari gjøgnum Götakanalina til Göteborg og vesturstrond Svøríkis. Borgholm. Borgholm er ein býur í Borgholms kommunu á oynni Öland í Svøríki. Býurin er næststørsti býurin á Ølandi næst eftir Färjestaden. Í 2015 var fólkatalið í býnum 4.344. Býurin liggur gott 20 km norðanfyri Öland-brúnna, sum bindir oynna saman við býin Kalmar og meginlands Svøríki. Boden. Boden er ein býur í Bodens kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 18 277 íbúgvar (2010). Haparanda. Haparanda (á finskum: "Haaparanta") er ein býur í Haparanda kommunu í Norrbottens län í Svøríki. Býurin er tann eystasti í Svøríki og liggur á markinum til Finnland. Haparanda liggur tætt við finska býin Tornio. Í 2010 var fólkatalið í býnum 4.856. Sveg. Sveg er ein býur í Härjedalens kommunu í Jämtlands län í Svøríki. Býurin liggur fram við ánni Ljusnan og hevur umleið 2 547 íbúgvar (2010). Býurin er tann størsti í Härjedalen og tann fjórðstørsti í Jämtlands län. Vimmerby. Vimmerby er ein býur í Vimmerby kommunu, Kalmar län í Svøríki. Í 2010 var fólkatalið í býnum 7 934. Býurin er ein av elstu býum í Svøríki, tað er sannlíkt, at hann gjørdist keypsstaður í 1300-talinum. Astrid Lindgrens Värld. Svenski rithøvundurin Astrid Lindgren hevur gjørt býin kendan, tá hon skrivaði um Emil úr Lønneberg og onnur, sum gjørdist heimskend innan bókmentir til børn. Nógv ferðafólk vitja hvørt ár familju stuttleikaparkina Astrid Lindgrens Värld sum fevnir um eitt 130.000 m2 stórt øki. Har kunnu fólk liva seg inn í søgurnar hjá henni um Emil, Pippi og Karlson á Takinum. Trelleborg. Trelleborg er ein býur í Trelleborgs kommunu í Svøríki. Í 2010 var fólkatalið 28 290. Býurin er tann syðsti í Svøríki. Hann kallast eisini ofta "Pálmabýurin" eftir pálmarnir í býinum á sumri. Navnið. Navnið er nevnd fyri fyrstu ferð í 1257 sum "Threlæburgh". Hetta navn finnst í mongum støðunum í Norðurlondum. "Borg" merkir "borg" ella "virki" og "träl" merkir annaðhvørt "trælur" ella stólparnar, ið hildu vikingaborgir uppi. Hetta slag av ringborgi kallast "trelleborg" og finnst serstakliga í Suður-Svøríki og Danmark. Leivdir av tí upprunaligu borgini vórðu funnir í 1988. Søga. Trelleborg varð nevnd fyri fyrstu ferð í 1257, tá ið Trelleborg varð givin sum brúðargáva frá tí donsku kongsættini fyri tann svenska kongin Valdimar Birgisson. Hóast tað løgdu danirnir skjótt býinum aftur undir seg og hann varð partur av Danmark til 1658, tá ið Skáni gjørdist partur av Svøríki eftir Roskildesáttmálin. Ängelholm. Ängelholm er ein býur í Ängelholms kommunu í Svøríki. Býurin liggur við Rønne å í útnyrðingspartinum av Skåne. Har búgva umleið 23 240 fólk (2010). Í býnum er ein stórur flogvøllur. Har eru eisini nøkur søvn, eitt nú Sveriges Järnvägsmuseum. Býurin varð stovnaður í 1516 sum Engelholm av Christian 2., sum var kongur yvir Danmark og Noregi 1513-1523 og Svøríki 1520-21. Slóðir. * Vetlanda. Vetlanda er ein býur í Vetlanda kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 13 050 íbúgvar (2010). Västervik. Västervik er ein býur í Västerviks kommunu, Kalmar län, Småland, í Svøríki. Í býnum er eitt av størstu kampingplássum í Norðurlondum. Í 2010 var íbúgvaratalið 21.140. Søga. Býurin varð fyrstu ferð nevndur í 1275, men tá lá býurin har ið Gamleby nú er. Tað var Erik av Pommern ið flutti býin í 1433, til eitt stratigiskt týdningarmiklari stað tætt við Stegeholm borgina. Býurin var ofta útsettur fyri álopum av fíggindasinnaðum herliðum, og fimm ferðir varð býurin meira ella minni lagdur í oyði frá 1450 til 1677. Hóast hetta setti Gustav Vasa á stovn skipaídnað í býnum í 16. øld. Oskarshamn. Oskarshamn er ein býur í Oskarshamns kommunu í Svøríki. Í 2010 var fólkatalið 17.258.Býurin hevur umleið 17 258 íbúgvar (2010). Färjestaden. Färjestaden er ein býur í Mörbylånga kommunu, Kalmar län í Svøríki. Har búgva umleið 5.018 fólk (2010). Býurin er tann størsti á oynni Öland. Býurin varð stovnaður í ferjutíðini, tá ferjur sigldu millum Öland og fastlandið, tað er eisini tað ið hevur givið býnum navnið sum merkir "ferjubýurin". Í 1910 læt ein jarnbreyt upp, sum bant býin saman við restina av oynni. Ölandsbron er ein brúgv ið bindur oynna saman við fastlandið, hon liggur norðanfyri býin og varð vígd í 1972. Eftir tað hildu ferjurnar uppat við at sigla. Nógv av íbúgvunum hava arbeiði í Kalmnar á meginlandinum og pendla ímillum oynna og meginøkið. Mörbylånga. Mörbylånga er ein býur í Mörbylånga kommunu á oynni Öland í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 780 íbúgvar (2010). Falkenberg. Falkenberg er ein býur í Falkenbergs kommunu í landslutinum Halland í Svøríki. Fólkatalið í býnum er 20.035. Býurin hevur umleið 20 035 íbúgvar (2010). Meiarífyritøkan Arla rekur eitt lítið meiarí í býnum. Ølbryggjaríið Carlsberg hevur sítt svenska bryggarí í býnum. Mölndal. Mölndal er ein býur í Mölndals kommunu í Svøríki. Nora. Nora er ein býur í Nora kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 6 526 íbúgvar (2010). Åmål. Åmål er ein býur í Åmåls kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Í 2010 var fólkatalið í býnum 9.065. Býurin liggur við vatnið Vänern. Filmurin "Fucking Åmål" snýr seg um henda býin, upptøkurnar eru tó gjørdar í Trollhättan. Lindesberg. Lindesberg er ein býur í Lindesbergs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 9 149 íbúgvar (2010). Värnamo. Värnamo er ein býur í Värnamo kommunu í Jönköpings län í Svøríki. Býurin liggur við ánna Lagan, tætt við har ið áin rennur út í vatnið Vidöstern. Býurin hevur umleið 18 696 íbúgvar (2010). Í miðøldini var býurin ein tingstaður og marknaðarbýur. Mellerud. Mellerud er ein býur í Melleruds kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 750 íbúgvar (2010). Tufflur úr træ vóru framleiddar í Mellerud av verksmiðjuni "AB Melleruds Skoindustri" frá 1909 til 1975, tá ið verksmiðja læt aftur. Tá ið verksmiðjan byrjaði í 1909, var navnið "E R Anderssons Trätoffelfabrik". Tey fyrstu árini helt tufflu-verksmiðja til í leigaðum hølum, men í 1918 varð ein nýggjur bygningur bygdur til framleiðsluna, og í 1960 vórðu nýggir verksmiðjubygningar bygdir, og teir gomlu vóru tiknir niður í 1971. Í 1970-árunum arbeiddu gott 50 fólk á verksmiðjuni, har tey framleiddu umleið 1500 tufflur um dagin. Hesar vórðu útfluttar til eitt nú Týskland, Noreg og USA undir vørumerkinum "Dalbo Toffeln". Vaggeryd. Vaggeryd er ein býur í Vaggeryds kommunu í Jönköpings län, Svøríki. Vaggeryd og Skillingaryd eru høvuðsbýir í kommununi. Býurin hevur umleið 4 920 íbúgvar (2010). Gislaved. Gislaved er ein býur í Gislaveds kommunu í Jönköpings län í Svøríki. Býurin hevur umleið 10 037 íbúgvar (2010). Leivdir frá fornøldini eru funnin á staðnum og eru ábendingar um, at menniskju hava búð kring vøtnini Gräsken, sum liggur í vestara parti av kommununi, og Majsjön og fram við ánni Nissan. Skillingaryd. Skillingaryd er ein býur í Vaggeryds kommunu í Jönköpings län, Svøríki. Býurin hevur umleið 12 029 íbúgvar (2010). Sanna Nielsen. Sanna Nielsen (fødd 27. november 1984 í Edenryd) er songkvinna úr Svøríki. Hon fekk sítt gjøgnumbrot í 1996 sum 11-ára gomul við sanginum "Till en fågel". Hon hevur ferðast runt og framført kring alt Svøríki og hevur luttikið í Melodifestivalen 7 ferðir, og í 2014 vann hon kappingina við sanginum "Undo". Harvið kom hon at umboða Svøríki á Eurovision Song Contest 2014 hin 6. mai í Keypmannahavn, Danmark í hálvfinaluni. Hon kom víðari til finaluna og endaði við at gerast nummar trý við 218 stigum. Shirley Clamp. Shirley Clamp (fødd 17. februar 1973 í Viskafors) er songkvinna og sangskrivari úr Svøríki, sum fleiri ferðir hevur luttikið í tónleikakappingini "Melodifestivalen" (2003, 2004, 2005, 2011 og 2012). Sonja Aldén. Sonja Aldén (fødd 20. desember 1977 í St. Albans, Ongland, Stora Bretland) er songkvinna úr Svøríki. Hon hevur tríggjar ferðir luttikið í svensku undankappingini til Eurovision Song Contest, sum nevnist "Melodifestivalen", hon luttók í 2006, 2007 og 2012. Karlskrona. Karlskrona sæð úr einum flogfari Karlskrona er ein býur í Karlskrona kommunu, Blekinge län í Svøríki. Býurin liggur á fleiri oyggjum og hólmum í svenska skergarðinum við eysturstrondina í landsynningspartinum av Svøríki. Søga. Trossö, tann oyggin, har Karlskrona seinni varð bygd, var í 16. øld ogn hjá bóndanum Offe Månsson. Á meginlandinum, nakrar fáar kilometrar hagani, var tað í danskaratíðini ein býur, sum nevndist Lyckeby, í dag er hann ein býarpartur í Karlskrona, og umleið 20 kilometrar hagani fóru danir í holt við at byggja Kristianopel, áðrenn Blekinge bleiv svenskt í 1658. I 1679 var oyggin og hólmarnir ið hoyrdu til hana, ogn hjá bóndanum Vittus Andersson, ið varð tvungin til at selja ognina til svenska statin. Sama ár var ein partur av flotanum lagdur við Karlskrona. Býurin lá strategiskt væl fyri á einari oyggj við sambandi til meginlandi, sum var undir eftirliti, og var vard av øðrum oyggjum kring Trossö, har hernaðarskansar vóru bygdir fyri at verja flotan. 10. august 1680 fekk býurin síni býarfyrimunir (stadsprivilegier). Ronneby varð avtikin sum býur og fólkið ið búði har, varð tvungið til at flyta til Karlskrona. Býurin hevði í fleiri ár fyrimunir framm um aðrar býir, við tollfrælsi. Í 1682 vóru brúgvar bygdar, sum bundu býin saman við meginlandinum. Skjótt gjørdist býurin triðstørstur í Svøríki, næst eftir Riga, sum í dag liggur í Letlandi og Stokkhólm. Býurin helt tó uppat við at vaksa, men hann bleiv við at vera ein hernaðarstøð fyri svenska flotan. Umleið ár 1700 hevði býurin umleið 10.000 íbúgvar samanborið við 1,3 milliónum í øllum Svøríki. Í 2010 hevði býurin 35.212 íbúgvar og í øllum Svøríki búgva 9.555.893 (2012). Jarðfrøði. Miðbýurin (Skergarðsbýurin) liggur á oynni Trossö og á nøkrum holmum, sum liggja kring oynna, eitt nú Saltö, Dragsö, Björkholmen, Ekholmen, Pantarholmen og Stumholmen. Til býarøkið hoyrir eisini ein størri oyggj sum liggur norðanfyri Trossö, Vämö, og oyggjarnar, sum liggja tætt við hana ("Mellanstaden"). Í hesum økinum liggja fleiri stór bústaðarøki, eitt nú Hästö, Gräsvik, Pantarholmen, Annebo, Galgamarken, Kungsmarken, Marieberg, Långö og Bergåsa. Tann upprunaligi býurin, tvs. Trossö, er umleið 185 hektar til støddar og hevur fjallalendi. Karlshamn. Karlshamn er ein býur í Karlshamns kommunu í Blekinge län, Svøríki. Í 2010 var fólkatalið í býnum 19.075. Keldur. Karlshamn var ein danskur havnabýur til tað fyrsta Karl Gustav-kríggið, tá nevndist býurin Bodekull (Bokuld). Ronneby. Ronneby er ein býur í Ronneby kommunu í Blekinge län í Svøríki. Býurin liggur við Ronneby-ánna og tætt við E22 høvuðsvegin. Í 2010 var fólkatalið í býnum 12.029. Ring Ring. Ring Ring var fyrsta album sum kom út hjá ABBA. í 1973 fóru tey í Svenska Melodi grand prix (Melodifestivalen) í Stokkhólmi við sanginum, men tað rakk bert til eitt triðja pláss. Sangurin "Ring ring" bleiv avlíkavæl væl umtóktur, og Abba gjørdist meira kend av hesum sanginum. Numre. Skering: 2, 4, 5, 6, 7, 8, 9, 10, 12 & bonus 2: Benny Andersson & Björn Ulvaeus Skering 1: Benny Andersson, Björn Ulvaeus, Stikkan Anderson, Neil Sedaka & Phil Cody Skering 3: Agnetha Fältskog & Björn Ulvaeus Skering 11, bonus 1 & bonus 3: Benny Andersson, Björn Ulvaeus & Stikkan Anderson Krista Mørkøre. Krista Mørkøre (fødd 1998) er ein føroyskur svimjari, sum svimir fyri Ægir og Føroyar (ÍSB). Krista ber brek og svimur tí í kappingum sum eru fyri fólk við breki, brekið hjá Kristu er bólkað sum S10. Hon luttekur tó eisini í vanligum svimjikappingum í Føroyum. Á Ægir Stevnu í februar 2011 vann hon eina bronsunál í 50 metrum frí. Krista fekk í 2007 ein svull í heilan, ið ger at hon hevur lammilsi í høgru síðu av andlitinum og hevur ataxi í høgra armi og beini. Í 2016 kláraði Krista at kvalifisera seg til EM fyri parasvimjarar, ið varð mánaðarskiftið apríl-mai 2016 og til Paralympisku leikirnir í Rio, ið verða 7. til 18. septembur 2016. Í Rio skal hon svimja 50m, 100m og 400m frísvimjing. Krista svimur undir føroyska Merkinum av tí at ÍSB er fullgyldugur limur, og var við til at stovna IPC. HM 2015 í Glasgow. Krista luttók á HM í svimjing fyri brekað, sum varð í døgunum 13. til 19. juli 2015 í Glasgow. Hon luttók í bólkunum S10 og SB9. Úrslit. Krista vann ikki nakað heiðursmerki, men hon svam sínar til tá bestu tíðir og setti sostatt persónlig met í øllum fýra kappingum, ið hon luttók í. Danish Open 2015. Krista luttók á Danish Open 2015 í Esbjerg í mars 2015. Danish Open 2014. Krista luttók á Danish Open 2014 í Esbjerg 7.-9. mars 2014. Alt í alt vann Krista 1 gull, 2 silvur og 2 bronsu á hesi stevnu, og setti 7 persónlig met. NM - International Para Games 2013 í Stokkhólmi. Krista luttekur í Norðurlendskari Meistarastevnuni fyri brekað, sum eisini verður nevnd International Para Games 2013 í Stokkhólmi fyrsta vikuskifti í november 2013. IDM 2013 í Týsklandi. Krista luttók á IDM kapping í Týsklandi í mai 2013, kappingin nevnist 27. Internationale Deutsche Meisterschaften Im Scwimmen Der Behinderten. Hon vann 5 bronsu heiðursmerki. Hon var 14 ára gomul, tá hon luttók í kappingini. Miðja verður ímóti at hon megnar at kvalifisera seg til Paralympisku Leikirnir í Rio í 2016. German Open 2011 í Berlin. Kappingin gekk fyri seg á langgeil, 25. Internationale Deutsche Meisterschaften im Schwimmen. Krista var 12 ára gomul, tá hon luttók í hesi kappingini. Pubbur. Pubburin (upprunaliga "Public House") er partur í bretskari mentan. Enska vertshúsið (pubburin) var upprunaliga matstaðurin, har ferðafólk fóru inn at fáa sær at drekka og eta og at gista. Í Canterbury Tales, sum høvundurin Geoffrey Chaucer (1340-1400) skrivaði, siga pílagrimar hvør øðrum søgur, meðan teir hvíla seg á vertshúsum úr London til Canterbury. Nógvir av sjónleikunum hjá William Shakespeare (1564-1616) vórðu sýndir á pubbum í London. Nú koma fólk saman á pubbum at viðgera dagsins hendingar. Ofta er tónleikur, onkur lesur upp yrkingar, ella kanska er annað skemt fyri gestunum. Nógvir bretskir rokkbólkar spældu fyrstu ferð á pubbum. Gosfjøll. Grótbræðingin, sum rennur oman fjallið, verður nevnd lava. Gosfjøll, sum ikki hava goyst í søguligari tíð, eru óvirkin, men hini eru virkin. Undir gosfjøllum eru grótbræðingar (magma, 1000 °C). Trýstið er ofta stórt í bræðingunum, og tær kunnu bróta sær veg upp ígjøgnum jarðarskorpuna og goysa. Oman á jørðini nevnist grótbræðingin lava. Men annað enn lava vellir og goysir upp - loftsløg, viksteinur og stórir steinklumpar. Gosopið er sum kókandi pottur, og lava verður sprænd høgt upp í loft. Gløðandi bræðingin streymar í eldáum oman líðina. Lavan er sera heit, 1000 °C, sum er nóg heitt at bræða t.d. stál. Fólk, sum búgva nær gosfjøllum, sita ikki fulltrygg. Tað hava tey sannað á Heimaoy í Íslandi og manga aðrastaðni. Ofta fara gosfjøll at goysa púra óvarandi, og gløðandi grótbræðing leggur alt oman líðina oyðið. Gos verður, tí gløðandi grótbræðing niðri í jørðini brýtur sær leið gjøgnum sprungur í jarðarskorpuni. Hesar rivur eru m.a. ímillum meginlandapláturnar, til dømis í Íslandi og í londunum við eldkringin í Kyrrahavi. Gosfjøll eru eisini á havbotninum, og tey kunnu gera ovurstórar skaðaaldur, tsunami nevndar. Fleiri enn 850 virkin gosfjøll eru. Roysningur. Roysningur ella rosshvalur (norrønt "hrosshvalr"), heldur til norðuri í kalda Íshavinum. Brimlarnir verða meira enn 3 m. langir, opnurnar heldur minni. Roysningur heldur mest til í rúmum sjógvi. Húðin er 2,5 cm. tjúkk, og undir húðini er tjúkt spik. Roysningur hevur sterkar og langar høggtenn. Tær vaksa so leingi, kópurin livir, og kunnu gerast meira enn 50 cm. langar. Høggtenninar eru tekin um støðuna hjá kallroysningunum, tí hann við størstu tonnunum er vanliga oddadjórið í flokkinum. Við tonnunum kunnu teir taka seg upp á ísin ella grópa á botninum eftir maðkum, skeljadjórum og sniglum. Opnan leggur ein hvølp uppi á land annaðhvørt ár, og hann heldur seg at mammuni tvey tey fyrstu árini. Roysningar verða eini 40 ára gamlir. Hendingaferð hevur roysningur verið at sæð undir Føroyum. Tvøroyrar Borðtennisfelag. Tvøroyrar Borðtennisfelag (stytt TBF) er eitt borðtennisfelag, sum varð stovnað á Tvøroyri 23. februar 1948. Ein ið hevur verið sera virkin í felagnum í nógv ár, er Sverre Midjord, tað varð eitt nú nevnt í røðum, tá Sverre rundaði tey áttati árini í 2013. Jákup á Borg. Jákup á Borg (føddur 26. oktober 1979) er ein føroyskur fótbóltsleikari, sum í løtuni (2013) spælir við B36. Hann hevur spælt 62 landsdystir fyri Føroyar, og er á einum deildum sættaplássi á topp-10 listanum yvir mest leikandi leikarar, saman við Julian Johnsson. Jákup á Borg er uppvaksin í B36 og spældi har til 2003, tá hann flutti til Danmarkar og eitt skifti spældi við Odense BK. Síðan spældi hann við HB frá 2004 til 08 og so aftur við B36 frá 2008. Bogi Hammer. Bogi Hammer er ein føroyskur ítróttamaður, sum íðkar styrkisvenjing. Hin 25. mai 2013 vann hann kappingina Føroya sterkasti maður 2013. Í 2012 gjørdist hann nummar tvey í hesi kapping, næst eftir Jákup Suna Berg og í 2014 gjørdist hann nummar trý. Í kappingini í 2013 vóru 8 tilmeldaðir, men helvtin fall frá orsakað av skaðum, m.a. Jákup Suni Berg. Bogi fekk eisini ein skaða undir kappingini í 2013, og fekk tí ikki luttikið í seinastu kappingini, men tá hevði hann longu fingið nokk av stigum til at vinna samlaðu kappingina. Nummar tvey gjørdist Bjarni Nielsen og nummar trý Helgi Lamhauge. Jákup Petur Djurhuus endaði á fjórða plássi. Sterkastur í Føroyum 2012. Í 2012 vóru hesar seks kappingarnar og vinnararnir av teimum: Jákup Súni Berg koppaði 400 kg tungum dekki 6 ferðir við tíðini 31,28 sek. Gunnar Grækarisson vann næstu kappingina, tá 110 kg skuldu lyftast upp í loft oftast, hann lyfti 16 ferðir. Lastbilur í 5. girði skuldi sleipast eftir gólvinum, bert fá sekund millum teir fremstu, Jákup Suni vann hesa kappingina. Bogi Hammer vann næstu kapping, sum var strok, har byrjað var við 195 kg, vekstin øktist við 15 kg hvørja ferð, Bogi lyfti 5 ferðir. Bogi vann eisini seinastu kappingina sum ver dead lift við tungum dekkum. Bogi lyfti 315 kg. Føroya sterkasti maður. Føroya sterkasti maður er ein ítróttarkapping, sum verður fyriskipa í Ítróttarhøllini á Hálsi einaferð um árið, síðan 2009. Teir luttakandi skulu kappast í ymiskum 6 ymiskum greinum innan "Strong man" kappingar, hesar kunnu variera ár til ár, í 2011 var talan um hesar kappingar: bonkpress, greb, bera lodd, lyfta stammum, ganga við loddi og dead lift. Teir fremstu fáa flest stig, og at tá seinasta kappingin er farin afturum verður vinnarin funnin, vinnarin er tann ið hevur fingið flest stig. Føroya sterkasti maður 2012. Seks kappingar: Jákup Súni Berg, koppaði 400 kg tungum dekki 6 ferðir við tíðini 31,28 sek. Gunnar Grækarisson vann næstu kappingina, tá 110 kg skuldu lyftast upp í loft oftast, hann lyfti 16 ferðir. Lastbilur í 5. girði skuldi sleipast eftir gólvinum, bert fá sekund millum teir fremstu, Jákup Suni vann hesa kappingina. Bogi Hammer vann næstu kapping, sum var strok, har byrjað var við 195 kg, vekstin øktist við 15 kg hvørja ferð, Bogi lyfti 5 ferðir. Bogi vann eisini seinastu kappingina sum ver dead lift við tungum dekkum. Bogi lyfti 315 kg. Føroya sterkasti maður 2009. Vinnari gjørdist Heri Vestergaard úr Sumba. Gunnar Grækarisson. Gunnar Grækarisson er ein føroyskur ítróttamaður. Í 2010 vann hann kappingina Føroya sterkasti maður, árið fyri gjørdist hann nummar fýra, í 2012 gjørdist hann nummar trý. Jákup Súni Berg. Jákup Súni Berg (føddur 1980) er ein føroyskur ítróttamaður og fitness instruktørur. Tvey ár á rað vann hann kappingina Føroya sterkasti maður, hann vann í 2011 og 2012. Hann luttók ikki í 2013 orsakað av skaða, men í 2014 var hann við aftur og gjørdist nummar tvey, næst eftir Bjarna Nielsen. Í 2011 varð hann settur í starv hjá Indi Fitness í Havn, sum fitness instruktørur. Áðrenn tað arbeiddi hann sum leiðari á goymsluni hjá F Poul Hansen. Føroya sterkasti maður. Jákup Súni hevur fleiri ferðir luttikið í kappingini um at gerast sterkastur í Føroyum. Í 2013 fekk hann ikki tikið lut orsakað av skaða, í 2011 og 2012 vann hann kappingina. Føroyska svimjilandsliðið. Føroyska svimjilandsliðið verður úttikið á hvørjum ári til ymiskar altjóða kappingar. Úttøka til NJM, NM og EMS 2013. Norðurlendsku JuniorMeistarstevnan og Meistarastevnan verður í Svimjihøllini í Gundadali í Tórshavn hin 6. til 8. desember 2013. Evropeiska Meistarastevnan á Stuttgeil verður í Herning í Danmark hin 12. til 15. desember 2013. Venjararnir verða Petur Heðin á Fløtti, Jón Bjarnason, Kristian Martin Joensen og Rúni Gaardbo. HM - Barcelona - ESP, 28. juli til 4. august. Ferðaleiðari: Rókur í Jákupsstovu EJM - Poznan, Pólland, 10. - 14. juli. Venjari: Jón Bjarnason NMU - Reykjavík, Ísland, 13. og 14. juli. Venjarar og ferðaleiðarar: Rúni Gaardbo og Morentsa Thomsen. HM 2012 í svimjing á stuttgeil. Tveir føroyskir svimjarar vóru úttiknir til føroyska svimjilandsliðið at svimja fyri Føroyar á HM stevnu á stuttgeil 2012 í Istanbul. EJM 2012 í Antwerpen. Venjari var Petur Heðin á Fløtti og ferðaleiðari var Hanna í Horni. Kappingin var frá frá í mikudegi 4. til sunnudag 8. juli 2012 í Antwerpen. NMU 2012 í Keypmannahavn. Venjarar vóru Rúni Gaardbo og Morensa Thomsen, ferðaleiðarar vóru Palli Eysturberg og Elin Matras. Tey kappaðust vikuskiftið 7. til 8. juli 2012. Páll Guðlaugsson. Páll Guðlaugsson í 2012 sum venjari hjá KÍ Páll Hagbert Guðlaugsson (føddur 9. september 1958) er ein íslendskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbólsleikari, málmaður. Hann var tann fyrsti venjarin hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti eftir at Føroyar gjørdist limur í FIFA í 1988 og slapp at luttaka í altjóða í altjóða kappingum. Hann var venjari hjá Føroyum frá 1988 til 1993. Tann fyrsti landsdysturin, ið Føroyar spældi í 1988 við Páll Guðlaugssyni sum venjara var ein vinardystur ímóti Íslandi 24. august 1988, sum Ísland vann 1-0. Fyrsti EM-undankappingardystur var spældur í Landskrona í Svøríki ímóti Eysturríki hin 12. september 1990. Føroyar vann dystin 1-0 og skapti harvið sensatión kring heimin, av tí at Eysturríki var eitt av teimum góðu liðunum júst tá. HM í svimjing 2013. HM í svimjing 2013 (HM í vatnítrótti) varð hildið í Barcelona í Spania í døgunum 19. juli til 4. august 2013. Sjálv innandura svimjingin byrjaði ikki fyrr enn ólavsøkuaftan 28. juli 2013. Fýra føroyingar vóru úttiknir til HM 2013: Pál Joensen, Birita Debes, Poula Øssursdóttir Mohr og Bartal Hestoy. Tíðarætlan. Hetta varð fyrsta ferðin, at HM í vatnítrótti eisini fevndi um Hæddarkaving. UEFA. Evropeiska fótbóltssamgongan UEFA (Union of European Football Associations) er ein paraplyfelagsskapur fyri evropeisk fótbóltssersambond. UEFA varð stovnað 15. juni 1954 í Basel, Sveis. Fótbóltssamband Føroya gjørdist limur í UEFA í 1990, eftir at Føroyar fyrst gjørdist limur í FIFA í 1988. HB (kvinnur). Havnar Bóltfelag, kvinnur, (HB, kvinnur) er eitt fótbóltsfelag í Havn, sum spælir í bestu kvinnudeildini, 1. deild kvinnur. Tær eru tað lið í Føroyum, ið hevur klárað seg næstbest, næst eftir KÍ. Tær hava vunnið FM sjey ferðir og steypakappingina hjá kvinnunum fimm ferðir. Tarjei Vesaas. Tarjei Vesaas (føddur 20. august 1897, deyður 15. mars 1970) var ein norskur rithøvundur. Í nærum hálvthundrað ár kom við stuttum millumbili - krígsárini tó undantikin - skaldaverk frá hansara hond, fyrsta í 1923 og seinasta sama árið, hann doyði. Út ímóti 40 verk tilsamans. Vesaas skrivaði mest í óbundnum máli. Meira enn helmingurin av bókunum vóru skaldsøgur. Men tað komu eisini nøkur stuttsøgusøvn og nakrir sjónleikir. Ikki fyrr enn eftir Seinna heimsbardaga fór hann at royna seg í bundnum máli, og eisini her vísti hann sítt hegni. Tað gingu tó eini tíggju ár, áðrenn fólk rættiliga góvu sær far um skaldskapin hjá Tarjei Vesaas. Eisini tað, at hann skrivaði á nýnorskum, avmarkaði norsku lesifjøldina. Lívsleið. Vesaas var føddur á Vesaas-garðinum í Vinje í Telemørkini. Hann stóð til garðin, sum í eini tíggju lið hevði verið í somu ættini. Men hugurin stóð til bókina og at skriva. Og sum skald kom hann at útinna sítt lívsverk. Vesaas búsettist í Midtbø í grannalagnum, har hann vaks upp, við Vinjevatnið. Har búði hann ævi sína saman við konuni, Halldis Moren, ið eisini er skald. Hetta vakra landslagið mitt inni í Norra er í nógvum førum karmur um teir tilburðir, ið fara fram í bókum hansara. Og hesin landsparturin er kendur fyri at hava fostrað nógv listarfólk. Men Vesaas fevnir longur enn at vera heimstaðarskald. Tey evni, hann viðger, eru alment menniskjalig. Sjálvur var hann fámæltur, og longu tíðliga tóktist hann gátuførur. Hann hevði nógv inni við seg sjálvan. Men í skaldskapi sínum talar hann, tó at hann her eisini mangan er gátuførur. Hann skrivar nógv um tvíbýtta menniskjað, ið ber so nógv av bæði góðum og illum í sær. Hann talar t.d. um vind, ið blæsur heitur og myrkur úr teimum ókendu dølunum, ein hevur í sær. Ritverk. Tær báðar skaldsøgurnar "Det store spelet" (1934) og "Kvinnor ropar heim" (1934) eru um lívið á einum bóndagarði. Frá at gera uppreistur vendir tann ungi bóndasonurin aftur til garðin og finnur samanhangin í luti sínum í tilveruni. Sama árið, Norra var hersett, kom "Kimen". Hon er um eitt friðarligt oyggjarsamfelag, sum sansaleys øði kemur í, tí manndráp er framt. Tað er krígsøldina, Vesaas hugsar um: "Det ukjende dyret stakk trynet inn på livet av mennesket". Og tá fólk hava summað seg, mugu tey spyrja seg sjálvi, hvørji tey eru, og viðganga, at tey vistu ikki, at tey vóru soleiðis. Tá bardagaárini vóru av, var hann til reiðar við "Huset i mørkret", ein symbolsk bók um hesi myrku árini í norsku søguni. Undrunarvert er, at Vesaas so stutt aftaná er førur fyri so ræðiligan hátt at lýsa menniskjuni, tí fólk vóru á gosi um framdar misgerðir. Tær bøkur, ið koma eftir kríggið, eru eisini nógv merktar av tí ótryggu tilveruni, menniskjuni livdu undir. Hann tekur fram evni sum angist, skuldarkenslu, týningarhug og atomhóttan. Einsemiskenslan er stór, og tað kann vera so ymist, hvussu tað er við tí hjálpandi hondini. Tó finst sum heild ein lívsjáttandi áskoðan. Stílurin er knapporðaður, ábendandi við nógvum symbolskum myndum. Í 1957 kom "Fuglane", sum fyri mongum stendur sum høvuðsverkið millum skaldsøgurnar. Lisin beinleiðis er henda skaldsøgan ein lýsing av einum evnaveikum manni, Mattis, ið er um 40 ára aldur, og systur hansara, Hegu, ið hevur hann búgvandi heima. Vit fata so væl tað baks, hon hevur av honum. Har afturat má hon ansa eftir hvørjum orði, hon sigur við hann. Tá Jørgen kemur inn í myndina, broytist alt. Hega fær ein mann at halda seg til. Men samtíðis missir Mattis tað einasta menniskjað, hann er knýttur at. Hann kennir seg uttanfyri í øllum. Hóast Mattis ikki er "skarpur" sum hini, so er hann meira í samljóð við náttúruna. Hann skilur fuglamál. Tá Mattis skal tosa við systrina um sínar upplivingar, er tað, sum tveir ymiskir heimar møtast: skaldaheimurin og gerandisheimurin. Vesaas hevur sagt um Mattis, at hann er "eit sjøvportrett med visse atterhald". Fyri "Isslottet" (1963) fekk Vesaas Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 1964. Lýsingin av tí tølandi ísborgini festir seg í hugan. Men tað er eisini lýsingin av einum beinfrystum og byrgdum menniskjasinni, sum ikki tiðnar, fyrr enn vársólin sleppur framat: tá kærleikshondin frá einum øðrum menniskja rørir ein. Seinasta skaldsøgan "Båten om kvelden" kom út í 1968. Maðurin í bátinum á vatninum er sum so mangan myndin um lívsferð menniskjans. EB/Streymur/Skála. EB/Streymur/Skála (kvinnur) er eitt felagslið í føroyskum kvinnufótbólti, sum byrjaði í 2013, sum eitt samstarv millum Streym og Skála ÍF. Felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála var tað fyrsta fótbóltsliðið, ið megnaði at støðga sigursrøðini hjá KÍ kvinnunum í fleiri ár. Tær vunnu 2-0 á heimavølli 26. mai 2013 móti KÍ. Samstundis var hetta fyrsta ferðin, at KÍ tapti á útivølli síðani 22. apríl 2007. EB/Streymur/Skála vann á fyrsta sinni finaluna í steypakappingini í 2017, tá liðið vann finaluna 3-2 móti HB. Seinni sama ár, hin 7. oktober 2017, vann liðið FM á fyrsta sinni, og tað var samstundis fyrstu ferð í 21. øld, at eitt annað lið enn KÍ vann FM-heitið. Løgtingsvalið 1974. Løgtingsvalið í Føroyum 1974 varð hildið hin 7. november 1974. Javnaðarflokkurin var framhaldandi størsti flokkur á Føroya Løgtingi, og floksformaðurin Atli Dam byrjaði sítt annað tíðarskeið sum løgmaður. Har var lítil broyting at síggja síðan valið í 1970, men Sjálvstýrisflokkurin tvífaldaði sína umboðan við tveimum tinglimum, meðan Sambandsflokkurin misti ein av sínum fimm limum. Uttanflokka valevni fingu til samans eina atkvøðu meira enn Framburðsflokkurin, men eingin teirra varð valdur inn á ting. Siw Malmkvist. Siw Malmkvist (fødd 31. desember 1936 í Landskrona) er songkvinna úr Svøríki. Hon hevur serliga verið kend í Norðurlondum og Vesturtýsklandi. Hon hevði eitt nummar-eitt hitt í Vesturtýsklandi í 1964 við "Liebeskummer lohnt sich nicht" (á enskum: Lovesickness is Not Worthwhile), og hin 18 juli 1964 gjørdist hon fyrsti svenskarin, ið fekk eitt hitt á amerikanska "Billboard" hittlistan, tá "Sole Sole Sole", ein duet við italska sangaranum Umberto Marcato, kom á hittlistan. Luttøka í Melodifestivalen og Eurovision Song Contest. Siv Malmkvist hevur fleiri ferðir luttikið á svenska Melodifestivalen (Melodi Grand Prix), sum er svenska undankappingin til Eurovision Song Contest. Seinastu ferð hon luttók var í 2004, tá hon sang sangin "C'est la vie" saman við Towa Carson og Ann-Louise Hanson, sangurin endaði á einum 10. plássi. Í 1960 umboðaði hon Svøríki á Eurovision Song Contest 1960 í London við "Alla andra får varann", ein sangur sum upprunaliga var sungin av Östen Warnerbring og Inger Berggren í Melodifestivalen 1960. Árið eftir vunnu hon og Gunnar Wiklund Melodifestivalen við sanginum "April, april", men tá valdi Sveriges Radio Barbro "Lill-Babs" Svensson at umboða Svøríki á Eurovision Song Contest 1961, sum varð hildið í Cannes. Í 1969 umboðaði Malmkvist Vesturtýskland á Eurovision við sanginum "Primaballerina" í Madrid. Sangurin endaði á einum deildum 9. plássi saman við tí svenska sanginum "Judy, min vän", sum Tommy Körberg sang. Towa Carson. Towa Carson (veruligt navn: Birgit Rose-Marie Anlert, fødd Carlsson) fødd 31. mars 1936 í Eskilstuna er ein songkvinna úr Svøríki. Í 1967 luttók hon í Melodifestivalen (Melodi Grand Prix) við sanginum "Du vet var jag finns", sum endaði á triðja plássi, og í 1968 sang hon tveir sangir til Melodifestivalen, sangurin "Alla har glömt" endaði á einum fjórða plássi, meðan "Vem frågar vinden" gjørdist nummar fimm. Ann-Louise Hanson. Ann-Louise Hanson (fødd 4. apríl 1944 í Kristianstad) er songkvinna úr Svøríki. Luttøka í Melodifestivalen. Hanson er kend fyri at hava luttikið heili trettan ferðir í Melodifestivalen (svenska Melodi Grand Prix, har vinnarin sleppur til Eurovision Song Contest), sum er meira enn nakar annar svensku sangari. Enn hevur hon tó ikki vunnið. Lill-Babs. Lill-Babs (Barbro Margareta Svensson) (fødd 9. mars 1938 í Tå - 3. april 2018 í Stokkhólmi) var ein songkvinna úr Svøríki. Teenage Mutant Ninja Turtles. Teenage Mutant Ninja Turtles er en teknirøð og teknifilmsrøð, sum Kevin Eastman og Peter Laird skaptu í 1984. Uruguai. Uruguei á korti yvir Suðuramerika Uruguai (Spanskt; "República Oriental del Uruguay") er eitt land í Suðuramerika, sum hevur mark við Brasil móti norði og til Argentina í ein útsynning. Har búgva umleið 3,4 milliónir og fólkatíttleikin er 19,1 pr.km². Uruguei fevnir um eitt øki á 176.220 km². Høvuðsstaðurin eitur Montevideo. Málið er spanskt, og tað mesta fólkið er katólskt. Tað mesta av Uruguai er slættlendi. Jørðin er góð og veðurlagið gott, nóg mikið av regni og góður sólargangur. Landið er tí eitt rætt landbúnaðarland. Bøndurnir hava mest lagt seg eftir seyða- og neytahaldi. Nýtslyplanturnar, sum teir velta mest av, eru epli, hveiti og mais; eisini dyrka teir væl av víni og tubbaki. Av tí at veðurlagið er so lýtt, og stórir sandar eru fram við Atlantshavi, kemur nógv fólk til Uruguai at stuttleika sær úti við strondina í frítíðini. Søga. Landið var ein partur av tí spanska hjálandaveldinum til 1821, tá Brasil legði landið undir seg. Uruguai gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1828. Í hjálandatíðini varð økið nevnt Banda Oriental, sum merkir eystari áarbakki Uruguei-ánni. Hetta sæst eisini aftur í almenna navinum. Marijuana. Sum fyrsta land í heiminum hevur Uruguai gjørt av, at tað ikki longur skal vera ólógligt at dyrka, selja og brúka marijuana. Eftir 12 tíma langa viðgerð í senatinum týsdagin 10. desember 2013 bleiv nýggja lógin samtykt við 16 atkvøðum fyri og 13 ímóti. Undirhúsið í Uruguai samtykti lógina longu í juni 2013, og roknað varð við, at hon skuldi setast í gildi í apríl mánaði í 2014. Sambært lógini fáa fólk 18 ár og eldri rætt til at keypa upp í 40 gramm av marijuana um mánaðin. Stjórnin vónaði, at lógarbroytingin fór at gera sítt til at steðga narkokartellunum í landinum, men tey ivasomu siga, at hon fer at gera tað lættari hjá fleiri fólkum at fáa rúsevni. Sálarfrøðingar siga, at lógin fer at elva til, at talið av fólkum við sálarsjúkum fer at vaksa, og skúlalærarar stúra fyri, at fleiri næmingar fara at dumpa. Og apotekarar eru ikki fegnir og siga, at nýggja lógin fer at skaða teirra umdømi. Gujana. Gujana á korti yvir Suðuramerika Gujana (enskt: "Guyana") er eitt land í landnyrðingshorninum av Suðuramerika, sum hevur strond út til Atlantshavið. Gujana hevur mark til Brasil, Surinam og Venezuela. Høvuðsstaðurin eitur Georgetown, tað er eisini størsti býur í Gujana. Bara 735.000 fólk búgva í Gujana í 2015, tey flestu í høvuðsstaðnum ella tætt við høvuðsstaðin Georgetown á slættlendinum við strondina. Gujana er indiánskt orð og merkir "landið við nógva vatninum", tí at so nógvar áir renna norður ígjøgnum landið út í Atlantshav. Gujana var leingi bretskt hjáland, men gjørdist frælst ríki í 1966. Landið flytur út sukur og aluminiumsmálm; har er nógv náttúrutilfeingi, serliga viður og steinsløg. Mesta fólkið í Gujana eru eftirkomarar eftir verkafólk og trælir, sum vórðu fluttir til landið at arbeiða í sukurlundunum. Í 17. til 19. øld vórðu mangir trælir úr Afrika førdir hagar. Tá ið trælahald varð avtikið í bretska heimsveldinum í 1833, komu mangir indarar higar at arbeiða í staðin fyri trælirnar. Upprunafólkið í Gujana, karibindiánar, eru um 60.000 tilsamans. Niðurlendingar vóru fyrstu evropearar í Gujana, og teir búsettu seg við ánna Essekuibo í 1615. Teir gróðursettu sukurrør, kakaotrø og aðrar tropiskar plantur; verkafólkið í lundunum vóru trælir úr Vestur-Afrika. Bretar tóku ræðið í landinum í 1814 og løgdu seg mest eftir at dyrka sukur. Nú eru sukur, rís, aluminiumsmálmur og gull týdningarmestu útflutningsvørurnar. Søga. Gujana gjørdist hálendskt hjáland í 17. øld, men gjørdist partur av Stórabretlandi í 1815. Gujana gjørdist sjálvstøðug tjóð hin 26. mai 1966. Barbados. Barbados (enskt; "Barbados") er eitt sjálvstøðugt oyggjaland í Karibiska Havinum í Norðuramerika. Barbados er partur av Smáu Antilluoyggjunum í Karibia. Fiji. Fijioyggjar (Fiji) ella Fidjioyggjar (Fidji) er eitt sjálvstøðugt oyggjaríki í Melanesia, sum liggur eystanfyri Vanuatu, vestanfyri Tonga og sunnanfyri Tuvalu. Fiji liggur 2000 km norðanfyri Ný Sæland. Almennu málini eru tvey í tali, fidjioyskt og enskt. Fólkatalið á oyggjunum er uml. 900 000, herav búgva 90 000 í høvuðsstaðnum. Høvuðsstaðurin eitur Suva og er á oynni Viti Levu. Fidjioyggjarnar fingu sjálvstýri frá Stóra Bretlandi í 1970. Søga. Fyrstu íbúgvar á oyggjunum komu til oynna frá landssynnings Asiu langt áðrenn evropearar funnu oyggjarnar í 18. øld. Í 1874 gjørdist Fiji bretskt hjáland. Í 1970 gjørdust oyggjarnar sjálvstøðug tjóð, men tað fólkaræðiliga stýrið er fleiri ferðir tikið av ræði av hernaðarkvettum. Landafrøði. Fiji er ein oyggjabólkur, sum liggur í Melanesia í Kyrrahavinum. Oyggjarnar liggja einar 1700 km eystanfyri eysturstrondini á Avstralia. 322 oyggjar eru í Fiji; 106 eru bygdar og 216 óbygdar. Oyggjabólkurin hevur tó fleiri smærri oyggjar og hólmar enn tær 322. Tær størstu oyggjarnar eru Viti Levu (10 388 km2), Vanua Levu (5 587,1 km2), Taveuni (435 km2) og Kadavu (411 km2). Oyggjarnar eru 18 274 km2 til víddar. 75 % av fólkinum búgva á oynni Viti Levu. Hon er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin í Fiji. Teir størstu býirnir eru høvuðsstaðurin Suva, og síðan Lautoka og Nadi. Búskapur. Fiji verður roknaður fyri at vera eitt satt ferðamannaparadís, hagar fólk úr øllum heiminum og serliga úr Avstralia leita sær. Ferðavinna er eisini ein av týdningarmestu vinnunum í Fiji. Mest er tað heita veðrið og strendurnar sum draga fólk higar. Hvønn dag liggur hitin um 25 °C. Góð inntøka er av ferðavinnuni, men hon kann eisini fara at skaða náttúruna og hava ringa ávirkan á fólkið. Til dømis fara vatnið at ganga undan, tí at gistingarhúsini nýta so nógv vatn til svimjihyljar og stoytbað. Nøkur fólk í hesum mongu oyggjum búgva í býum (uml. 50 %), men tey flestu lívbjarga sær av landbúnaði, til dømis at velta søtepli ella jamsrót. Ace of Base. Ace of Base er ein svenskur tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1987. Europe. Europe er ein svenskur tónleikabólkur ur Stockholm, sum varð stovnaður í 1979. Alcazar. Alcazar er ein svenskur tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1998. Bólkurin var ein av kendastu tónleikabólkum úr Svøríki, við eini røð av hittum, síðan teirra fyrstu tónleikaútgávu (single) í 1999. Alcazar hevur selt fyri meira enn 12 milliónir tónleikaútgávur frá 2001 til 2004. Alcazar hevur eisini havt altjóða sukse við sanginum "Crying at the Discoteque", sum hevur verið á hittlistum í londum sum USA, Brasil, Avstralia, Japan og í flestu londum í Evropa. Alcazar gavst sum orkestur í august 2011 eftir eina konsert á "Stockholm Pride". Alcazar hevur fleiri ferðir luttikið í Melodifestivalen, sum er svenska Melodi Grand Prix, har vinnarin sleppur at umboða Svøríki á Eurovision Song Contest. Teir hava tó ikki vunnið kappingina. Hin 23. februar 2013, komu teir heilt stutt saman aftur fyri at spæla eina potpourri av Melodifestivalinum. Trinidad og Tobago. Trinidad og Tobago á kortinum Parlatuvier Strondin er væl umtókt ferðamál Trinidad og Tobago (enskt; "Trinidad and Tobago") er eitt land í Suðurkaribiska Havinum í Norðuramerika. Landið fevnir um tær báðar høvuðsoyggjarnar Trinidad og Tobago og 21 aðrar minni oyggjar, sum allar eru partur í Smáu Antilloyggjum. Landið liggur 11 km frá stondini í Venezuela. Høvuðsstaðurin eitur Port of Spain, størsti býurin er San Fernando. Oyggjarnar fevna um eitt økið á 5 128 km². Almenna málið er enskt, men tað vanliga talaða málið er enskt kreólskt. Spanskt, ið verður tosað av eini 5% av fólkinum, er sokallað "first foreign language", tí oyggjarnar liggja tætt við venesuelansku strondina. Søga. Áðrenn Christopher Columbus fann oyggjarnar í 1498 búðu karibiarar og arawakar har. Trinidad var spanskt hjáland frá 1400-talinum til bretar tóku oynna í 1797. Meðan Trinidad var undir sponskum harradømi fluttu nógvir franskmenn til oynna. Eisini franskir plantasjueigarar frá teimum fronsku hjálondunum Martinique og Guadeloupe komu til Trinidad, har teir byrjaðu at dyrka sukkurrør, kaffi og kakao. Teir førdu afrikanskar trælir við sær. Tobago hevur verið hjáland undir Spania, Niðurlondum, Fraklandi og Stórabretlandi. Trinidad gjørdist bretskt hjáland í 1802 og Tobago í 1814. Oyggjarnar savnaðust til eina fyrisitingarliga eind av bretum í 1890. Trældómur bleiv forboðin um hálva 19. øld, og tað førdi til mangul uppá arbeiðskraft innan landbúnaðin, sum førdi til, at arbeiðskraft varð innflutt úr India, Kina og Portugal. Fyrst í 1900-talinum komu eisini tilflytarar úr Sýria og Libanon. Fyrst í 1900-talinum varð farið í holt við at útvinna olju á Trinidad og seinni eisini náttúrugass. Trinidad og Tobago gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1962 og gjørdist lýðveldi í 1976. Luttøka á Olympisku Leikunum. Trinidad og Tobago luttekur í Olympisku Leikunum. Á Summar-OL 2008 vunnu tey 2 bronsu heiðursmerki. Á Summar-OL 2012 van Trinidad og Tobago eitt gull og trý bronsu heiðursmeriki og endaði á einum 47. plássi. HM í fótbólti. Í 2006 luttók Trinidad og Tobago fyri fyrstu ferð í einum HM endaumfari í fótbólti. Í fyrsta dystinum spældu teir javnleik móti Svøríki. Síðan taptu teir 2-0 móti Onglandi og 2-0 móti Paraguei, og endaðu á aftasta plássi í bólki B. Antigua og Barbuda. Antigua og Barbuda (enskt; "Antigua and Barbuda") eru eitt oyggjaríki í eystara partinum av Karibiska Havinum. Landið liggur í oyggjabólkinum, ið nevnist Leewardoyggjar og liggur umleið 17 stig norðan fyri miðkring. Oyggjarnar eru partur av Smáu Antillunum og liggja norðanfyri Guadeloupe, eystanfyri Montserrat og St. Kitts og Nevis, og sunnan fyri Saint Martin. Høvuðsstaðurin eitur Saint John’s og landið hevur eitt sera tropiskt veðurlag við miðalhita ið liggur á umleið 27 °C alt árið. Kaldasta tíðin er frá desember til februar, og hetta tíðarskeiði verða oyggjarnar onkuntíð raktar av tropiskum ódnum. Mesta regnið er frá septembur til november. Landið hevur 153 kilometrar við strond og heili 365 strendur. Umleið % av teimum 70 000 íbúgvunum búgva á oynni Antigua, har eisini høvuðsstaðurin liggur. 9 av 10 av fólkunum hava sín uppruna frá afrikonskum trælum. St. Lusia. St. Lusia (enskt: "Saint Lucia") er ein oyggj og eitt land í Karibiska havinum í Norðuramerika. Høvuðsstaðurin eitur Castries, har búgva 32,4% av øllum íbúgvunum á oynni. Fólkatalið í býnum er 60.263. Størri býir eru eitt nú Gros Islet, Soufrière og Vieux Fort. Jarðfrøði. Vulkanska oyggin St. Lusia hevur meira fjallalendi enn hinar Karibisku oyggjarnar. Hægsta fjallið á oynni er Mount Gimie sum er 950 metrar høgt. Tvey onnur fjøll, Pitonirnar (the Pitons), forma tað kendasta staðið á oynni. Tey eru millum Soufrière og Choiseul á vestursíðuni á oynni. St. Lusia er eisini ein av teimum heilt fáu oyggjunum í heiminum, ið hevur ein hevur eina vulkan, har ið fólk kunnu koyra inn í vulkanina. Veðurlagið er tropiskt, og javnan er vindur av landnyrðingi við turrari árstíð frá umleið 1. desember til 31. mai, og einari vátari árstíð frá 1. juni til 30. november. Fólkið. Miðalaldurin er 24,1 ár (2002). Málini ið verða tosað á oynni eru enskt og franskt-kreolskt. Umleið 90% av íbúgvunum eru katolikkar, 3 % eru anglikanarar, meðan 7 % hoyra til ymiskar aðrar átrúnaðir innan protestatismuna. Saint Lucia hevur tað hægsta talið av nobelprísvinnarum í mun til fólkatalið. Tveir nobelprísvinnarar koma frá oynni, Arthur Lewis sum fekk búskaparprísin í 1979, og Derek Walcott sum fekk bókmentavirðislønina í 1992. Fyrisitingarligt býti. Saint Lucia er býtt sundur í 11 øki, sum til tíðir hava verið umrødd sum sýslur av bretsku hjálandamyndugleikunum. Slóðir. * St. Kitts og Nevis. Saint Kitts og Nevis (enskt; "Saint Kitts and Nevis") eru eitt oyggjaríki í Karibiahavinum. Landið er oyggjaland, størsta oyggin er Saint Kitts og ein minni oyggj eitur Nevis. Íbúgvatalið er umleið 43.000. Bassaterre er høvuðsstaðurin í oyggjunum og liggur á oynni St.Kitts, sum er tann norðara oyggin. Landið er eitt kongsveldi við Elisabeth II drotning sum stjórnarovasta. Oyggjarnar hava eisini sítt egna ting og guvernør. Tað hægsta punktið er fjallið Mount Liamuiga, ið er 1.156 metrar yvir havinum. Tey flestu fólkini eru av afrikanskum uppruna. St Vinsent og Grenadinoyggjar. St. Vinsent og Grenadinoyggjar (enskt; "Saint Vincent and the Grenadines") er eitt land í Karibia. Landið hevur 32 oyggjar og liggur norðan fyri Trinidad og Tobago. Oyggjabólkurin Grenadinurnar er býtt ímillum londini Grenada og St. Vinsent og Grenadinoyggjarnar. Høvuðsstaðurin eitur Kingstown. Mest verður útflutt av rávørum, m.a. bananir. Týdningarmestu handilspartnarnir eru Trinidad og Tobago, Sambandsríki Amerika og Stórabretland. Oyggjarnar eru limir í Bretska Samveldinum og hava tí Elisabeth II drotning sum stjórnarovasta. Lena Philipsson. Lena Philipsson (fødd 19. januar 1966 í Vetlanda) er songkvinna úr Svøríki. Hon vann svenska Melodifestivalen í 2004 við sanginum "Det gör ont". Carola Häggkvist. Carola Häggkvist (fødd 8. september 1966 í Norsborg) er songkvinna úr Svøríki. Tríggjar ferðir hevur hon umboða Svøríki á Eurovision Song Contest: í 1983, tá endaði hon á triðjaplássi; í 1991, tá vann hon kappingina; og í 2006, endaði hon á fimtaplássi. Hetta ger hana til eina av teimum sangarunum, sum hevur klárað seg best á Eurovision Song Contest. Hon hevur givið sangir út á fleiri ymiskum málum, eitt nú á svenskum, enskum, týskum, norskum og japonskum. Carola hevur eisini verið rættiliga nógv at hoyra í Føroyum, serliga í samband við Eurovision Song Contest. Hon hevur vunnið svenska Melodifestivalen tríggjar ferðir, fyrstu ferð í 1983. Magnus Uggla. Magnus Uggla (føddur 18. juni 1954 í Stockholm) er ein sangari úr Svøríki. Jill Johnson. Jill Johnson (fødd 24. mai 1973 í Ängelholm) er songkvinna úr Svøríki. Hon vann svenska Melodifestivalen í 1998 við sanginum "Kärleken är". Caymanoyggjar. Caymanoyggjar er eitt bretskt oyggjaland í Vesturkaribiska Havinum. Oyggjabólkurin fevnir um oyggjarnar Grand Cayman, Cayman Brac og Little Cayman. Oyggjarnar liggja sunnanfyri Kuba og í ein landnyrðing av Jamaika. Caymanoyggjar eru partur av Stóru Antilluoyggjunum og av Vestaru Karibisku Oyggjunum. Oyggjarnar hava altjóða frálandavinnu. Fólkatalið á Caymanoyggjunum er umleið 55.000. Høvuðsstaðurin eitur George Town, har búðu 27.704 fólk í 2010. Søga. Oyggjarnar verða fyrstu ferð nevndar 10. mai 1503 á fjórðu ferðini hjá Christopher Columbus til Nýggja Heimin. Hann nevndi oyggjarnar Las Tortugas eftir teimum nógvu skjaldbøkunum, ið hann sá har. Tann fyrsti onglendarin, sum man veit um, ið vitjaði oyggjarnar, var Sir Francis Drake í 1586. Hann nevndi oyggjarnar Cayman eftir caiman, sum er eitt Neo-Taino orð fyri "alligator". Oyggjarnar vóru stórt sæð óbygdar til 17. øld. Ítróttur. Cayman Islands luttaka í Oyggjaleikum eins og Føroyar, tær gjørdust limur í 1999 og hava luttikið síðan. Cayman Islands gjørdust nummar 6 á Oyggjaleikum 1999. Lill Lindfors. Lill Lindfors (fødd 12. mai 1940 í Helsinki) er songkvinna úr Svøríki og Finlandi (finlandssvenskari). Hon vann Melodifestivalen 1966 saman við Svante Thuresson við sanginum "Nygammal vals". FIFA 100. FIFA 100 er ein listi, sum Pelé útgav hin 4. mars 2004 í London á 100-ára degnum hjá FIFA. Listin vísir teir fótbóltsleikarar, sum sambært Pelé, eru teir sum tað tíðina 125 bestu fótbóltsleikarar sum vóru á lívi. Tey lond, ið hava flestir leikarar á FIFA 100-listanum eru Italia, Frakland og Brasil við hvør sínum 14 leikarum. Pelé varð biðin um at velja út í alt 100 av heimsins bestu fótbóltsleikarar, harav skuldu 50 vera aktivir og 50 skuldu vera givnir við at spæla professionallan fótbólt. Men Pelé helt tað vera ov tórført at avmarkað seg til bert 100, serliga tá talan var um teir sum vóru givnir, so hann slapp at taka 125 leikarar íalt. Av teimum 125 eru 123 menn og 2 kvinnur. Hep Stars. Hep Stars var ein svenskur tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1963. Tomas Ledin. Tomas Ledin (føddur 25. februar 1952 í Östersund) er ein sangari úr Svøríki. Hann vann Melodifestivalen í 1980 við sanginum "Just nu". Ulf Lundell. Ulf Lundell (føddur 20. november 1949 í Stockholm) er ein sangari, tónleikari, rithøvundur og listamaður úr Svøríki. Hann útgav sína fyrstu plátu í 1975, sum var lp'in "Vargmåne". Í 1976 útgav hann sína fyrstu skaldsøgu, "Jack". Síðan hevur hann verið sera virkin bæði innan tónleik og sum rithøvundur. Í 1980-árunum slóð Lundell ígjøgnum við sanginum "Öppna landskap", ein sangur, sum var í uppskoti til nýggjan tjóðsang, og sum seinni var spældur av "Högvakten i Stockholm" (vaktparadan). Björn Skifs. Björn Skifs (føddur 20. apríl 1947 í Vansbro) er ein sangari úr Svøríki. Hann vann svenska Melodifestivalen í 1978 við sanginum "Det blir alltid värre framåt natten". Kunngerðaportalurin. Í løgtingslóg nr. 109 frá 17. desember 1987 um alment kunngerðablað verður álagt landsstýrinum at stíla fyri útgávu av einum almennum kunngerðablaði: Kunngerðablaðið. Í Kunngerðablaðnum skulu allar løgtingslógir, kunngerðir, reglugerðir og aðrar almennar fyriskipanir yvirhøvur, ið landsstýrið gevur út, lýsast. Frá 1. januar 2013 verður Kunngerðablaðið einans givið út talgilt og ikki í pappírsútgávu sum áður. Kunngerðaportalurin gerst við hesum einasti bindandi kunngerðamiðilin til løgtingslógir, kunngerðir o.a. Í Kunngerðablaðið A verða løgtingslógir og kunngerðir, givnar av landsstýrinum, lýstar, og í Kunngerðablaðið B verða lógir og kunngerðir, ið ríkismyndugleikarnir geva út, lýstar. Innlendismálaráðið røkir Kunngerðaportalin og hevur ábyrgdina av innihaldinum í honum. Evropeiski gylti skógvurin. Evropeiski Gylti Skógvurin (á enskum: The European Golden Shoe, fyrr nevndur the European Golden Boot), er ein fótbólts heiðursløn, sum verður latin hvørt ár til tann leikara (ella leikarar), sum skorar flest mál í bestu evropeisku fótbóltsdeildunum. Fleirfaldaðir vinnarar. Lionel Messi og Christiano Ronaldo eru í løtuni (mai 2014) teir einastu leikararnir, sum heva megnað at vinna Evropeiska gylta skógvin tríggjar ferðir. Átta leikarar hava vunnið heiðurin tvær ferðir. Gerd Müller var tann fyrsti leikarin, ið vann tveir gyltir skógvar, tað var í 1969–70 og 1971–72. Lionel Messi, Cristiano Ronaldo, og Diego Forlán eru teir einastu leikararnir, ið enn eru aktivir og spæla í Evropa, sum kunnu vinna tríggjar ferðir ella meira tann Evropeiska Gylta Skógvin. Ally McCoist (1991–92 og 1992–93), Thierry Henry (2003–04 og 2004–05) og Lionel Messi (2011-2012 og 2012-2013) eru teir einastu leikararnir, ið hava vunnið tvey fylgjandi ár. Cristiano Ronaldo (Manchester United og Real Madrid), Diego Forlán (Villarreal og Atlético Madrid) og Mário Jardel (Porto og Sporting CP) eru teir einastu leikararnir, ið hava vunnið steypið við tveimum ymiskum feløgum. Cristiano Ronaldo er tann fyrsti og higartil (mai 2013) einasti leikarin, ið hevur vunnið steypið í tveimum ymiskum deildum (ymiskum londum), við Manchester United í ensku Premier League og við Real Madrid í sponsku La Liga. Birthe Wilke. Birthe Wilke (fødd 19. mars 1936) er ein donsk songkvinna og sjónleikari. Hon fór undir lívsleið sína innan tónleik í 1950'unum við "Bruno Henriksens orkester". Tá Bruno Henriksen stutta tíð seinni stovnaði "Philips Grammofonplader" í Danmark, gjørdist Birthe Wilke skjótt ein av best umtóktu artistunum har. Best kent frá hesum tíðarskeiðnum er "Håndklaver" og "Charme", og "Den Gamle Gartner". Í 1957 gjørdist hon, saman við Gustav Winckler, nummar trý á Melodi Grand Prix við sanginum "Skibet skal sejle i nat", og sjálvt um sangurin fekk kritikk í heimlandi hennara í fyrstuni, so er hann enn, meir enn hálva øld seinni, ein av størstu grand-prix-hittunum, ið Danmark nakrantíð hevur havt. Seinni luttók hon við øðrum grand-prix-løgum. Hot Eyes. Hot Eyes var ein donsk sang-duo, sum í Danmark var betri kend sum Kirsten & Søren. Í duoini vóru Kirsten Siggaard (fødd 7. september 1954 í Slagelse) og Søren Bundgaard (føddur 4. mars 1956 í Glostrup). Søren var limur í tónleikabólkinum Sir Henry, sum luttók Dansk Melodi Grand Prix í 1983, Kirstin Siggaard luttók eisini tað árið sum einstaklingur. Árið eftir, í 1984, sungu tey bæði saman á Melodi Grand Prix, og vunnu kappingina. Tey luttóku eisini í fleiri ár á rað til donsku tónleikakappingina Dansk Melodi Grand Prix, sum tey vunnu í 1984 við sanginum "Det' lige det", sum Søren hevði smíðja lag til og Keld Heick hevði skrivað tekstin. Keld Heick skrivaði eisini tekstin til allar hinar sangirnir, sum Hot Eyes framførdu á Dansk Melodi Grand Prix. Tey gjørdust nummar fýra á Eurovision Song Contest 1984, tað var besta plaseringin hjá Danmark síðan 1963. Í 1985 luttóku tey aftur í Dansk Melodi Grand Prix hesaferð við sanginum "Sku' du spørg' fra no'en?", og fyri fyrstu og einastu ferð higartil, vunnu tey donsku kappingina tvey ár á rað. Níggju ára gamla dóttir Søren, Lea Bundgaard, luttók eisini saman við teimum. Tey blivu nummar 11 á Eurovision Song Contest tað árið. í 1986 og 1987 luttóku Kirsten & Søren aftur í danska MGP, men vunnu ikki. Tey gjørdust ávikavist nummar fýra við sanginum "Sig det, som det er" og nummar fimm við sanginum "Farvel og Tak". Um sama mundi, byrjaði Kirsten sína lívsleið innan sjónleikalívið, hon spældi bæði í einum sjónleiki og í musicals, eitt nú Chess og Les Misérables. 1988 var eitt gott ár hjá Hot Eyes, tá teirra sangur, "Ka' du se, hva' jeg sa'?" vann danska MGP enn einaferð, og tað gjørdi at tey vóru tey fyrstu, sum vunnu sangkappingina 3 ferðir (Tommy Seebach gjørdi sama bragdi, tá hann vann fyri triðju ferð í 1993). Á Eurovision Song Contest 1988 (har tey vóru nevnd Kirsten & Søren og ikki Hot Eye), fingu tey eina góða plasering, tey gjørdust nummar trý, sum var besta plasering hjá Danmark í 25 ár. Kirsten var uppá vegin við sínum næsta soni, og tað sást sera væl, hon átti sonin bert tríggjar vikur eftir framførsluna. Kirstin og Søren vóru ein duet fram til 1991, men tey góvu einki út eftir 1988. Í 1989 skrivaðu Søren og Keld Heick ein sang saman til danska MGP, hesaferð til Birthe Kjær, sum vann kappingina. Bæði Kirstin og Søren luttóku sum kórsangarar hjá Birthe, saman við Lei og Lupe Moe, sum sungu kór 10 ferðir fyri Danmark á ESC frá 1981 til 2002! "Vi maler byen rød" gjørdist nummar trý á Eurovision. Søren royndi eisini eydnuna sum tónasmiðjur í Dansk MGP í 1993 og 1999, men vann ikki. Eftir tað stovnaði hann sítt egna upptøkustudio "SB Studio" í Aalborg. Olsen Brothers. Brøðurnir Olsen í 2008, "Noller" og Jørgen. Olsen Brothers (á donskum: Brødrene Olsen) er ein donsk rock/pop tónleika duo, og beiggjar, Jørgen (føddur 15. mars 1950) og "Noller" (Niels, føddur 13. apríl 1954) Olsen. Dansk Melodi Grand Prix / Eurovision. Olsen Brothers, og í einum føri bert Jørgen Olsen, hava fleiri ferðir luttikið í tí árligu sangkappingini Dansk Melodi Grand Prix hjá DR, har vinnarin sleppur at umboða tí donsku tjóðina í Eurovision Song Contest. Wacken Open Air. Wacken Open Air festivalurin í 2005 Wacken Open Air (W:O:A) er tann størsti metalfestivalurin í Evropa og hevur verið hildin síðan 1990. Festivalurin verður hildin í einari bygd í Týsklandi, sum eitur Wacken í Schleswig-Holstein í Norðurtýsklandi. Í 2007 vóru 60000 vitjandi á festivalinum og tilsamans 72000 luttakandi, íroknað starvsfólk. Áskoðararnir koma úr øllum heiminum. Festivalurin er vanliga í august og varir í tríggjar dagar, har festivalgestirnir hava møguleika fyri at seta telt upp á einum stórum teltplássi, sum liggur rundan um festivaløkið. Í tríggjar dagar eru so konsertir við umleið af 60 ymiskum tónleikabólkum, sum framføra á 4 ymiskum tónleikapallum. Í 2008 luttóku 71 orkestur. Á konsertunum verður eitt nú tónleikur sum power metal, deyðsmetal, svartmetal, fólkametal og gothic metal at hoyra. Av kendum útlendskum tónleikabólkum, sum hava framført á W:O:A, er Dimmu Borgir, Twisted Sister, Saxon, Warlock, Satyricon (saman við Nocturno Culto frá Darkthrone), Nightwish, Motörhead, Blind Guardian, Helloween og Gamma Ray. Føroyskir tónleikabólkar hava eisini framført á Wacken Open Air, eitt nú Týr og Hamferð. Í Føroyum hevur ein Wacken Battle Føroyar kapping verið hildin síðan 2012. Vinnarin av kappingini sleppur at framføra á Wacken Open Air og at luttaka í Wacken Metal Battle. Í 2012 vann føroyski bólkurin Hamferð fyrst føroysku kappingina, Wacken Metal Battle Føroyar, og síðan vunnu teir eisini sjálva kappingina í Týsklandi Wacken Metal Battle, sum er ein kapping, ið fer fram meðan W:O:A er. Í 2013 verður tað føroyski bólkurin SIC, ið sleppur at framføra á W:O:A, tí hann vann Wacken Metal Battle Føroyar. Wacken Open Air 2012. Wacken Open Air 2012 var hildið frá hósdegnum 2. august til leygardagin 4. august. Wacken Metal Battle Føroyar. Wacken Battle Føroyar er ein tungmálms- (heavy metal-) tónleikakapping, sum hevur verið hildin í Føroyum síðan 2012. Vinnarin av kappingini sleppur at framføra á Wacken Open Air í Týsklandi og at luttaka í Wacken Metal Battle, sum er samstundis. Í 2012 vann føroyski bólkurin Hamferð fyrst føroysku kappingina, Wacken Metal Battle Føroyar, og síðan vunnu teir eisini sjálva kappingina í Týsklandi Wacken Metal Battle, sum er ein kapping, ið fer fram meðan W:O:A er. Í 2013 verður tað føroyski bólkurin SIC, ið sleppur at framføra á W:O:A, tí hann vann Wacken Metal Battle Føroyar 2013. Wacken Metal Battle Føroyar 2013. Wacken Metal Battle Føroyar 2013 varð hildið í Sjónleikarhúsinum í Havn í tveir dagar, 15. og 16. mars. SIC vann kappingina og skal spæla í Wacken í august 2013. Heljareyga framførdi á tiltakinum í Føroyum. Wacken Metal Battle Føroyar 2012. Hamferð vann Wacken Metal Battle Føroyar í mars 2012. Seinni sama árið, í august 2012, vunnu teir eisini kappingina í Týsklandi, sum varð hildin á Wacken Open Air festivalinum. Nukleolus. Ljósmikrografi av kyknukjarnu og kjarnulikami (nukleolus). Kyknulikam ella nukleolus (nukleoli í fleirtal) er tað økið í kyknukjanini, har rRNA verður syntetiserað. Nukleoli eru ymisk á stødd og kunnu gerast heilt upp til 1 μm i tvørmáti. Kyknukjarni. Kjarnin liggur vanliga miðskeiðis í kyknuni. Uttan um kjarnan liggur tunn hinna. Í kjarnanum er glær kjarnasevja, sum kromosomini flóta í. Vanliga síggjast kromosomini bara, tá ið kyknan býtir seg sundur. Meðan kyknan býtir seg sundur, verða kromosomini tjúkkir træðrir. Annars eru kromosomini kromatimkorn og klænir træðrir. Brian Kerr. Brian Kerr (føddur 3. mars 1953) er ein írskur fótbóltsvenjari, sum var venjari hjá Føroyska fótbóltslandsliðnum hjá monnum frá apríl 2009 til oktober 2011. Gunnar Zachariasen. Gunnar Zachariasen (føddur 22. januar 1992 - deyður 25. september 2014) var ein føroyskur fótbóltsleikari, miðvallari, sum spældi fyri Streym í 2013-14 og fyri U21 landsliðið hjá Føroyum. Áður spældi hann við U19 landsliðnum hjá Føroyum. Landsliðsmál fyri U21 landsliðið. Hin 7. juni 2013 spældi Gunnar landsdyst fyri U21 landsliðið hjá Føroyum móti Rumenia. Hann skoraði mál fyri Føroyar eftir 29 minuttir. Andaðist í arbeiðsvanlukku. Gunnar Zachariasen arbeiddi í lastini umborð á einum grønlendskum skipi, sum var fyrrverandi Skálaberg. Har hendi ein arbeiðsvanlukka undir lossing. Teir høvdu hálað ein platt fullan av frystum fiski heilt upp úr lastini, tá platturin knappliga brotnaði, og eskjurnar raplaðu niður í lastina aftur. Gunnar stóð beint undir plattinum og fekk eskjurnar omanyvir seg. Hann doyði á staðnum. Rógvi Joensen. Rógvi Joensen (føddur 14. juli 1993) er ein føroyskur fótbóltsleikari, sum spælir við TB og føroyska U21 landsliðnum. Poul Ingason. Poul Ingason (føddur 28. september 1995) er ein føroyskur fótbóltsleikari, sum spælir við Royn og sum fyrr hevur spælt við ungdómslandsliðum hjá Føroyum. Hin 7. juni 2013 spældi Poul Ingason sín fyrst U21 landsdyst fyri Føroyar, hann bleiv skiftur inn í seinna hálvleiki, fekk eina avlevering frá tvørámanninum Gilla Sørensen og skoraði í allarseinasta minutti í dystinum móti Rumenia, so Føroyar fekk javnleik 2-2. Poul var bert 17 ára gamal, tá hann spældi henda dystin. Gilli Rólantsson. Gilli Rólantsson Sørensen (føddur 11. august 1992) er ein føroyskur fótbóltsleikari av Tvøroyri, sum spælir við Odd í Eliteserien í Noregi. Hann skifti felag frá Brann til Odd í 2021. Áðrenn skiftið til Brann í 2016 spældi hann 23 dystir í Superliguni við AaB. Gilli spælir eisini á føroyska A-landsliðnum. Fótbóltsfeløg. Barnaárini spældi Gilli við TB á Tvøroyri. Sum ungur fótbóltsleikari fór hann í 2010 til Skotlands at spæla fótbólt við ungdómsliðnum hjá F.C. Aberdeen. Heimafturkomin úr Skotlandi spældi hann aftur við TB frá juni 2011, til hann fekk sáttmála við B36, har hann spældi í 2013. Hin 24. januar 2014 spældi hann venjingardyst við AaB í Superliguni móti F.C. Horsens, AaB vann dystin 2-0, Gilli skoraði annað málið hjá AaB. Hin 18. august 2016 varð hann seldur frá AaB til Brann. Brann spælir í bestu norsku fótbótbóltsdeildini, Eliteserien. Landslið. Gilli hevur spælt við U17, U19 og U21 hjá Føroyum, hann var liðskipari á U21 landsliðnum. Hann varð úttikin til A-landsliðið hjá Føroyum í 2012, men spældi sín fyrsta landdyst móti Teilandi 21. februar 2012, tað var ein vinadystur. Í 2014/15 spældi hann átta landsdystir í EM undankapping. Hin 3. juni 2016 spældi hann við føroyska landsliðnum, tá teir møttu Kosovo í fyrsta altjóða dystinum hjá landinum, eftir at tað gjørdist limur í UEFA. Hin 3. september 2017 skoraði hann sítt fyrsta mál fyri føroyska A-landsliði í einum 1-0 sigri móti Andorra á Tórsvølli. Jógvan Martin Olsen. Jógvan Martin Olsen í 2010 sum venjari hjá Víkingi Jógvan Martin Olsen (føddur 3. juli 1961) er ein føroyskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Hann var landsliðsvenjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum í fótbólti 2006-08 og hjálparvenjari frá 1996 til 2005. Jan Dam. Jan Christian Dam (føddur 7. september 1968) er ein føroyskur fótbóltsleikari, sum hevur spælt 39 landsdystir fyri Føroyar frá 1990 til 2000, hetta tíðarskeiðið skoraði hann eitt mál fyri føroyska A-landsliðið, tað var í vinadysti móti Íslandi hin 8. august 1990, úrslitið gjørdist 3-2 til Ísland. Kári Reynheim. Kári Reynheim (føddur 15. februar 1964) er ein føroyskur fótbóltsleikari og fótbóltsvenjari. Hann spældi á føroyska A-landsliðnum hjá monnum frá 1988 til 1995. Hann [Listi yvir úrslit hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti|skoraði tvey mál fyri Føroyar, tað fyrra var í 1991 í dysti móti Norðurírlandi, har tað eydnaðist Føroyum at fáa javnleik 1-1. Seinna málið skoraði hann í 1992 í vinadysti móti Ísrael, sum endaði við javnleiki 1-1. Jóhanna Guðrún Jónsdóttir. Jóhanna Guðrún Jónsdóttir (fødd 16. oktober 1990 í Danmark) betri kend sum Yohanna er ein íslendsk songkvinna. Hon vann Söngvakeppnin í 2009 og umboðaði Ísland í Eurovision Song Contest 2009 í Moskva, Russland við sanginum "Is It True?", Friðrik Ómar, Erna Hrönn Ólafsdóttir og Hera Björk sungu backing røddir. Sangurin endaði á øðrum plássi. Í 2013 sang hon duet við føroyska Hallur Joensen. Hon vaks upp í Hafnafirði í Íslandi og gav út sína fyrstu fløgu sum 9 ára gomul, tað var ein fløga við útlendskum sangum, sum vóru týddir til íslendskt. Eurovision Song Contest 2009. Eurovision Song Contest 2009 var tann 54. í røðini av Eurovision Song Contest. Sangkappingin varð hildin hin 16. mai 2009 við 2 hálvfinalum 12. mai og 14. mai. Showið var hildið í Olimpijskij í Moskva, Russland. Noreg vann kappingina við sanginum "Fairytale", sum Alexander Rybak sang. Hallur with Stars and Legends. Hallur with Stars and Legends er ein fløga, sum kom út 13. juni 2013 í Føroyum. Tað er Hallur Joensen sum syngur á øllum sangum, men hann hevur eisini gestasangarar á øllum sangunum. Ein sangur verður sungin av gestasongkvinnuni Tania Hancheroff. Onnur ið syngja saman við Halluri á hesi útgávuni eru: Bellamy Brothers, Dawn Sears, Charley Pride, Vince Gill, Sonya Isaacs, G. Thomas, Kris Kristofferson, Woody Wright, David Peterson, Bobby Bare, Yohanna, James Burton. Jákup Zachariassen eigur sjey av løgunum, harav eitt av teimum, Not Worried, er skrivað saman við Kristoffer Mørkøre. Dawn Sears. Dawn Sears (7. desember 1961 – 11. desember 2014) var ein amerikonsk country songkvinna úr Minnesota. Hon gav út 3 studio solofløgur, harav tvær vóru útgivnar av stórum plátufeløgum, harumframt gav hon eisini fleiri stakløg og stakfløgur út. Nøkur av løgunum hava verið á hittlistum í Amerika og Kanada. Hon sang eisini backing røddir í orkestrinum "Vince Gill's band" og var limur í tónleikabólkinum The Time Jumpers. Í januar/februar 2013 var føroyski Hallur Joensen yviri í Nashville fyri at taka upp fjórðu fløgu sína: Hallur with Stars and Legends. Dawn Sears var gestasangari á tveimum av sangunum: "Tonight I'm Coming Home" og "My Sweetest Hello". Stutta tíð eftir, at Hallur hevði verið í Nashville, fekk Dawn staðfest krabbamein í lungunum. Hon andaðist í Gallatin, Tennessee 11. desember 2014, 53-ára gomul. Sears var gift við Kenny Sears (tey spældu eisini saman í orkestrinum Time Jumpers), og átti eina dóttir, Tess. Jákup Zachariassen. Jákup Zachariassen (føddur 16. desember 1965) er ein føroyskur sangskrivari, tónleikari og framleiðari. Hann er uppvaksin í Gøtu og í Hvalba, men búsettist sum vaksin í Havn. Hann hevur samstarva bæði við føroyskar sangarar og útlendskar. Eitt nú kann nevnast, at hann hevur skrivað tey flestu av løgunum á fløguni "Hallur with Stars and Legends" hjá føroyska country sangaranum Halluri Joensen, har fleiri útlendskir country sangarar syngja saman við Halluri. Jákup spælir ymisk ljóðføri og framleiðir eisini tónleik. Hann hevur spælt ljóðføri, eitt nú á steel guitar og dobro á plátum hjá Alex Bærendsen, sum komu út í 2001 og 2003. Paramore. Paramore er ein amerikanskur alternativur rokkbólkur, ið er mannaður av Hayley Williams, Jeremy Davis og Taylor York. Søga. Í 2004 komu beiggjarnir, Zac Farro og Josh Farro, saman við Hayley Williams og stovnaðu bólkin "Paramore". Seinni komu onnur við í bólkin, og í desember 2010 fóru teir báðir brøðurnir úr bólkinum, sum tó helt fram uttan teir. Georg Stage (skip). Skúlaskipið Georg Stage í einum norskum firði Georg Stage er eitt skúlaskip úr Danmark. Skipið hevur tríggjar mastrar, tað varð bygt í 1934 í Frederikshavn. Tað er 54 metrar langt, um bovsprýtið verður talt við, 34 metrar langt í vatnskorpuni. Skipið er 8 metrar breitt og stingur 4 metrar í dýpdini. Hægsta masturin er 30 metrar høg og har eru 20 segl. Søga. Tað vóru hjúnini Frederik og Thea Stage, sum stovnaðu "Georg Stages Minde" í 1882. Stýrið varð uppkallað eftir einkarsoni teirra, Georg Stage, sum doyði av tuberklum knapt 23 ára gamal. Tað fyrsta skúlaskipið sigldi frá 1882 til 1934, tá eitt nýtt skip varð bygt, hetta seinna er enn í nýtslu. Tað fyrsta skúlaskipið varð bygt hjá Burmeister & Wein í Keypmannahavn. Marlene Dietrich. Marlene Dietrich (27. desember 1901 – 6. mai 1992) var ein týsk-amerikonsk sjónleikarinna og songkvinna. Hon varð tilnevnd eina Oscar-heiðursløn fyri sín leiklut í "Marokko". Hon fekk sítt gjøgnumbrot í Týsklandi áðrenn 2. heimskríggj í filminum "Tann blái eingilin" av Josef Von Sternberg, har hon spældi eina skøkju, sum nevndist Lola, og har hon sang "Lili Marlene". Skjótt gjørdist hon ein "femme fatale" og spældi aðrir leiklutir í týstkum filmum, áðrenn hon tók frástøðu frá Hitler og flutti til USA, har hon skjótt gjørdist ein stór Hollywoodsjónleikarinna og songkvinna. Marlene Dietrich spældi í nógvum filmum, tann seinasti var "Schöner Gigolo" í 1978 við David Bowie. Sarah Bernhardt. Sarah Bernhardt (Fronsk úttala:sa.ʁa bɛʁ.nɑʁt;) fødd umleið 22/23. oktober 1844, doyði 26. mars 1923) var ein fronsk sjónleikarinna, sum framførdi bæði á palli og seinni eisini í filmum. Hon verður ofta umrødd sum ein av teimum kendastu sjónleikarinnunum í heiminum. Bernhardt gjørdist kend, tá hon leikti sjónleikir á palli í 1870'unum í Fraklandi, og skjótt vóru boð eftir henni kring um í Evropa og USA. Útvaldir leiklutir. Sarah Bernhardt, í einum portretti, 1890-tallet. Josephine Baker. Josephine Baker (fødd 3. juni 1906, doyði 12. apríl 1975) var ein Amerikonsk-fødd fronsk dansarinna, songkvinna og sjónleikarinna. Hennara føðinavn var Freda Josephine McDonald, hon varð fødd í St. Louis, Missouri í 1906, í 1937 gjørdist hon franskur statsborgari. Tað var ein fyrimunur fyri hana, at hon tosaði flótandi enskt og franskt. Hon var tann fyrsta afrikansk-amerikanarin, ið spældi ein høvuðsleiklut í einum spælifilmi, tað gjørdi hon við filminum Zouzou í 1934, og tann fyrsti afrikansk-amerikanarin, ið framførdi á einari amerikanskar konserthøll, og tann fyrsta ið gjørdist heimskend sum undirhaldari. Hon er eisini kend fyri at kempa fyri mannarættindum í USA. Hon varð eisini kend fyri at vera aktiv í fronsku mótstøðurørsluni undir Seinna heimsbardaga. Salvador Dalí. Salvador Domingo Felipe Jacinto Dalí i Domènech, 1. Marqués de Dalí de Pubol (11. mai 1904 - 23. januar 1989), best kendur sum Salvador Dalí, var ein framstandandi spanskur surrealistiskur málari, føddur í Figueres í Katalonia landslutinum í Spania. Hann var best kendur fyri sínar surrealistisku málningar og standmyndir. Tað eru fleiri søvn um hann, eitt nú í Cleveland, Ohio, St. Pætursborg, Florida og í Figueres í Spania. Seinasta verkið ið hann málaði var Head of Europa, sum hann málaði til Kong Karlos av Spania, sum takk fyri at kongurin gav honum heitið "Marqués de Dalí de Púbol" í 1982. Kongurin vitjaði Dali tá hann lá fyri deyðanum, tá fekk hann handað listaverkið. Leonardo da Vinci. Leonardo da Vinci (15. apríl 1452 – 2. mai 1519) var ein listamálari, myndahøggari, arkitektur, verkfrøðingur, uppfinnari, botanikari og anatomur. Hann verður roknaður at vera ein renessansumaður og eitt flogvit. Minni kent er tað, at hann eisini var ein dugnaligur tónleikari, sangari og lýruspælari. Hann svam og kavaði, sum ikki var vanligt tá í tíðini, og skrivaði um tað í sínum notatum. Verk hansara hoyrir til tað italsku hárenessansuna. Leonardo varð føddur uttanfyri hjúnalag í býnum Vinci, tætt við Firenze í Norðuritaliu. Mamman var ein bóndagenta, Katarina, og pápin var Ser Piero da Vinci, ein ríkur jørðeigari og advokatur. Leonardo vaks upp hjá pápanum. Í 1469 fluttu teir til Firenze, har teir leigaðu eitt hús á Piazza San Firenze tætt við Palazzo Vecchio. Alt lívið var Leonardo vegetarur. Frá 1469 var hann í 6 ár lærlingur og seinni hjálparmaður hjá meistaranum Andrea di Cione, betri kendur sum Andrea del Verrocchio, sum var ein av teimum dugnaligastu og mest fjøltáttaðu listamonnunum í Firenze tá. Hann var myndahøggari, málari, arkitektur, uppfinnari, granskari, skrivari, filosofur, bronsustoypari og nógv annað. Uttan iva hevur hann havt stóra ávirkan á menningina hjá Leonardo. Bert Donatello verður sæddur sum ein uppaftur størri listamaður enn Verrocchio. Leonardo arbeiddi í verksmiðjuni hjá Verrocchio saman við øðrum listamonnum, sum eisini vóru kendir tá, eitt nú Botticelli, Perugino og Lorenzo di Credi. Í 1472 varð Leonardo upptikin í Sankt Lukas Laug sum málari "Lionardo de Ser Piero da Vinci dipintore", men hóast hann nú hevði loyvi til at stovna sítt egna verkstað, so valdi hann at arbeiða á verkstaðnum hjá lærumeistaranum í minst 4 ár afturat. Stóran part av hansara arbeiðslívi sum listamaður, starvaðist hann fyri Ludovico il Moro í Milano. Seinni arbeiddi hann í Róm, Bologna og Venesia, og tey seinastu árini starvaðist hann í Fraklandi, í heimi sínum, sum var ein gáva frá konginum Frans 1. av Fraklandi. Leonardo er best kendur sum málari. Ein av kendastu málningum hansara er "Mona Lisa". Ein annar kendur málningur hjá honum er "Tann seinasta máltíðin" (The Last Supper), sum er ein tann mest eftirlíknaði málningurin yvirhøvur við átrúnaðarligum motivi. Bert "Skapanin av Adam" (The Creation of Adam) hjá Michelangelo kemur í námind av teimum báðum heimskendu verkunum hjá Leonardo. Nobelvirðislønin í alisfrøði. Nobelheiðurslønin í alisfrøði er ein av Nobelvirðislønunum, sum er høgt í metum, og verður latin einaferð um árið av tí kongaliga, svenska vísundaakademinum. Virðislønin er á 10 milliónir svenskar krónur. Seks ferðir varð ongin virðisløn latin: 1916, 1931, 1934, 1940–1942. Lizzie. Ann Elisabeth Berg (fødd 30. oktober 1982 í Tórshavn), betri kend undir listanavninum Lizzie, er ein føroysk/donsk/íslendsk songkvinna og sangskrivari. Lizzie arbeiddi saman við tí danska framleiðaratoyminum sammen Madness 4 Real, Pitchshifters og tekstskrivaranum Jonas Kur í hálvtannað ár við hennara fyrstu fløgu, sum kom út í februar 2008. Tað fyrsta staklagið av hesi fløgu, var "Ramt i natten" (2007). Staklagið gjørdist eitt stórt hitt bæði í Danmark og í Føroyum. Í Danmark var sangurin nógv spældur bæði av útvarpsrásum og av DJ'um, og tað lá í ikki færri enn 32 vikur á tí danska "Dancechart" hittlistanum. Lizzie fekk í august 2008 handað fýra-dupulta platin fyri staklagið tí fleiri enn 60.000 downloads vóru seld á netinum av sanginum, og hetta gjørdi sangin til tann mest downloadaða sangin í Danmark nakrantíð. Fløgan við sama heitið fekk gull í august 2008 fyri 15.000 seld eintøk. Lizzie móttók Danish Music Awards 2009 heiðurslønina fyri Ársins danska hitt. Per Zachariassen. Per Zachariassen er ein føroyskur sjónvarpsframleiðari og leikstjóri. Sum ungur arbeiddi hann fyri Sjónvarp Føroya, og síðan næm hann sær útbúgving á filmsskúlanum í Keypmannahavn. Í 2013 hevði hann 20 ára royndir sum framleiðari og mennari av sjónvarpstilfari. Per Zachariassen er kendur fyri eitt nú at framleiða væl umtóktu sjónvarpssendingarnar X Factor og Talent. Í tvey ár starvaðist hann í USA, men flytir aftur til Danmarkar í samband við at Eurovision Song Contest 2014 skal haldast í Danmark. Tey sum standa fyri Eurovision í Danmark, hava biðið hann um standa fyri framleiðsluni av finaluni, sum verður víst í sjónvarpinum. Per hevði tá 20 ára royndir sum framleiðari og mennari av sjónvarpstilfari. Live fra Bremen - Sjónvarpsrøð. Per var framleiðari (producer) av 19 pørtum 2009-10. Aloha! Aloha! var ein sjónvarpsrøð. Per var framleiðari av 17 pørtum 2009-10. X Factor. X Factor er ein sangtalentkapping, sum verður víst í fleiri pørtum sum sjónvarpsrøð. Per hevur verið leiðandi framleiðari (executive producer) av 34 pørtum árini 2008-2010, framleiðari (producer) í 15 pørtum í tíðarskeiðnum 2008-2009 og leikstjóri (director) av 47 pørtum frá 2008-11. Dagens mand. Dagens mand var ein sjónvarpsrøð. Per var leiðandi framleiðari í 2008. Talent 2008. Talent var ein talentkapping, sum var víst sum sjónvarpsrøð í DR. Per var leiðandi framleiðari (executive producer) av 12 pørtum í 2008 og framleiðari (producer) av 5 pørtum eisini í 2008. Gi' mig 5. Gi' mig 5 var ein donsk sjónvarpsrøð. Per var executive prodjúsari av 13 pørtum í 2008. Gu'skelov du kom. Sjónvarpsrøð. Per var leiðandi framleiðari (executive producer) av 10 pørtum í 2008. Scenen er din. Sjónvarpsrøð. Per var leiðandi framleiðari (executive producer) av 40 pørtum frá 2004-07. Zulu Awards '07 - Den røde løber. Serstøk sjónvarpssending í 2007. Per var bæði leiðandi framleiðari (executive producer) og framleiðari (producer). Zulu Awards '07. Serstøk sjónvarpssending í 2007. Per var bæði leiðandi framleiðari (executive producer) og framleiðari (producer). Idols. Idols var tann danska versjónin av ti altjóða sjónvarpsrøðini Pop Idols, har túsundatal av fólkum royna seg til audition og síðan vóru 12 luttakarar valdir út til at kappast í live shows. Per var leiðandi framleiðari (executive producer) í 2003. Boxen. Sjónvarpsrøð. Per var leiðandi framleiðari (executive producer) av 10 pørtum 2002-03. Stjerne for en aften. Sjónvarpsrøð, sum var ein sangtalentkapping, sum føroyska Guðrun Sólja Jacobsen vann. Per var felags leiðandi framleiðari (co-executive producer) av 12 pørtum í 2003. Suezveitin. Suezveitin er ímillum Reyðahav og Miðjarðarhav. Hon er longsta og týdningarmesta grivna siglingarveit í heiminum og styttir ógvuliga nógv um siglingarleiðina úr Evropa til bæði India og Eysturásia. Veitin, sum varð grivin við franskari og bretskari hjálp, varð liðug í 1869. Síðan er hon dýpt og breiðkað, so hvørt skipuni eru vorðin størri. Suezveitin kom undir egyptiskt yvirræði í 1956. Nú á døgum er avgjaldið fyri skip, ið sigla ígjøgnum veitina, týdningarmikil inntøka hjá egyptiska ríkiskassanum. Suezveitin gjørdi at teinurin úr Stórabretlandi til India varð helvtina styttri. Suezveitin verður latin upp 17. november 1869. Longu árið eftir sigldu 486 skip ígjøgnum veitina. Tríati ár seinni sigldu 3441. 171 km langa Suezveitin bindir Miðjarðarhav í Reyðahav. Teir gróvu veitina í 10 ár, og tá ið hon var liðug, var farleiðin millum Eysturásia og Evropa 3790 fjórðingar styttri. Nú fara eini 50 skip ígjøgnum veitina um dagin. Fleiri enn 20.000 skip sigla ígjøgnum Suezveitina um árið. Frammanundan máttu øll skip sigla suður um Afrika. Í 1856 gav egyptiski valdsharrin Sa'id Pasha franska sendiharranum Ferdnandi de Lesseps loyvi til at grava siglingarveit ímillum Indiahav og Miðjarðarhav. Lesseps stovnaði Suezveitarfelagið í 1856. Siglingarveitin varð latin upp fyri regluligari sigling í 1869 og stytti ógvuliga nógv um siglingarleiðina ímillum Ásia og Evropa. Í 1875 seldi valdsharrin í Egyptalandi, Ismail, bróðursonnur Sa'id, Stórabretlandi partabrøv síni í veitarfelagnum. Suezveitin er sera týðandi handilsleið, og javnan hevur hon verið miðdepil í orrustum í Miðeystri. Suezveitin hevur t.d. fleiri ferðir verið afturlatin av politiskari ósemju. Seinast var í arábiska-ísraelska krígnum í 1973. Suluríkið. Suluríkið (eisini nevnt Zululand, Sululand) var eitt kongsríki í Suðurafrika frá 1816 til 1897. Í landnyrðingspartinum í landslutinum Natal er land sulufólksins, tað lá ímillum tvær stórar áir út móti Indiska Havinum, frá Tugela-ánni í suðri til Pongola-ánna í norði. Tey eru ættað av nguni-fólkinum í Landsynningsafrika. Søga. Kríggj var vanligt í tilveru sulufólksins. Frá 1816 var Shaka kaSenzangakhona (1787–1828) kongur í landinum, hann hevði verið høvdingi í einum lítlum sululandsluti. Shaka var mikil herovasti og hevði skjótt limað meginpartin av nguni-fólkinum inn í eitt nýtt, stórt suluríki. Mæti krígskongurin var gitin fyri fyri evni síni sum herovasti. Hann umskipaði suluherin og útvegaði yrkishermenn, sum altíð vórðu búnir til bardaga, og hann skipaði fyri regluligum hernaðarvenjingum, har ið hermennirnir lærdu vápnaleik, lýdni, áhaldni og at gera slysálop; nýggj spjót "iklwa" vóru tikin í nýtslu, sum góvu slurkandi ljóð frá sær, tá ið tey vóru tikin úr aftur tí stunga. Shaka var harðrendur maður, og hann gjørdist alt harðrendari og eirindaleysari sum árini liðu. Ríkið hansara var enn sterkasta ríki í syðra parti í Afrika hálvthundrað ár eftir deyða hansara. Í 1828 lótu hálvbrøður Shaka hann drepa. Ein teirra, Dingane, tók við kongsstarvinum eftir Shaka og leyp á boarar, tá ið teir rýmdu til Natal undan bretum. Oddamaðurin hjá boarum, Retief, varð dripin. Boarar hevndu seg í 1838 og vunnu á Dingane, sum flýddi norðureftir, har hann sjálvur varð dripin. Í 1879 sigraðu bretar á suluum, og í 1897 varð Sululand limað inn í Natal, sum tá var heimastýrt bretskt hjáland. Suluskjøldurin. Suluskjøldurin, sum var lívsneyðug verja í blóðigu bardøgunum, var gjørdur av neytahúð. Fyrst varð húðin tand út og fest í vøllin við hælum, meðan hon tornaði. Síðan varð hon skorin til og fest á eina rammu og flikur vórðu skornar í miðjuna og eitt træ surrað innanfyri til handtak. Dýrahalar vórðu stundum bundnir í ovara enda á trænum til prýðis. Bygdinar og húsini. Sulubygdirnar vóru vanliga í líðunum, sum vóru eystureftir, har lætt var at fáa brenni og vatn og góð beitilendi vóru. Smátturnar vóru átøkar býflugubýlum og stóðu í ring uttan um neytatippið. Maturin var goymdur í smáttum, sum stóðu á streyrum, so at dýrini skuldi ikki taka hann. Smátturnar vóru flættaðar av greinum og ungum bulum og strátaktar. Dururin var lágur, so neyðugt var at gruvla út og inn. Eldstaðurin inni í smáttuni gav bæði ljós og varma, men tjúkt var inni í royki. Sulufólkið gjørdi mat í leiríløtum, kókað og steikt varð uppi yvir eldstaðnum í smáttunum, tey svóvu á strámáttum, sum vórðu rullaðar saman um dagin. Uttan um bygdina var sterk viðargirðing. Regin Winther Poulsen. Regin Winther Poulsen (føddur 11. oktober 1994) er føroyskur politikari. Hann gjørdist formaður fyri Unga Tjóðveldið í november 2011 og bleiv endurvaldur í mars 2013. Í apríl 2012 var hann við til at fyriskipa eina mótmælisgongu móti táverandi samgongu. Tað vóru Unga Tjóðveldið og Sosialistisk Ung, ið fyriskipaðu mótmælisgonguna. Tilnevningar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins frá Føroyum. Rithøvundafelag Føroya hevur gjørt tilnevningar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins frá Føroyum á nærum hvørjum ári síðani 1985. Higartil hava tveir føroyingar fingið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, William Heinesen fekk hana í 1965 fyri "Det gode håb" (tilnevndur frá Danmark) og Rói Patursson fekk hana í 1986 fyri yrkingasavnið "Líkasum". Tóroddur Poulsen hevur verið tilnevndur seks ferðir: 1996, 2002, 2005, 2009, 2011 og 2014. Jóanes Nielsen hevur verið tilnevndur fimm ferðir: 1988, 1994, 1999, 2004 og 2013, Carl Jóhan Jensen hevur verið tilnevndur fimm ferðir: 1991, 1998, 2007, 2008 og 2016, Gunnar Hoydal tríggjar ferðir: 1989, 1993 og 2010, Jens Pauli Heinesen tvær ferðir: 1987 og 1995 og Hanus Kamban tvær ferðir: 2003 og 2012. Tvær føroyskar kvinnur hava verið tilnevndar higartil, tað var í 2001, tá Oddvør Johansen var tilnevnd og í 2015, tá ið Sólrún Michelsen varð tilnevnd. Tilnevningar. Carl Jóhan Jensen, tilnevndur 1991, 1998, 2007, 2008 og 2016 Hanus Kamban, tilnevndur 2003 og 2012 Líkasum. "Líkasum" er eitt yrkingasavn, sum føroyski rithøvundurin Rói Patursson skrivaði, og sum kom út fyrstu ferð í 1985. Myndirnar gjørdi Tróndur Patursson. Rói Patursson fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókina í 1986. Dómsnevndin skrivaði: "Med lyrisk kraft och öppenhet visar han de spänningsfyllda sammanhangen mellan den färöiska verkligheten och de existentiella frågorna i vår moderna tillvaro." Bókin er umsett til danskt, norskt og svenskt. Helle Thorning-Schmidt. Helle Thorning-Schmidt (fødd 14. desember 1966 í Rødovre) er ein danskur politikari, ið var forsætisráðharri í Danmark frá 3. oktober 2011 til 28. juni 2015. Helle Thorning-Schmidt er útbúgvin cand.scient.pol. og MA í evropeiskum studium. Hon varð fyrstu ferð vald í Fólkatingið í 2005. Hon var forkvinna fyri Sosialdemokratarnar frá 2005 til 28. juni 2015. Politiska lívsleið hennara byrjaði í 1999, tá hon gjørdist limur í Evropaparlamentinum, har hon sat til 2004. Hon varð uppstillað til Fólkatingið í "Østerbrokredsen" í 2003 og er síðani vald á valunum í 2005 (4 591 persónligar atkvøður), 2007 (49 926 persónligar atkvøður) og 2011 (33 564 persónligar atkvøður). Akbar Mikli. Jalaluldin Muhammed Akbar eisini kendur sum Akbar hin Stóri, føddur 15. oktober 1542 - deyður 27. oktober 1605, sonur Nasiruddin Humayun, sum hann yvirtók trúnuna eftir sum indiskur stórmogulur 1556-1605, sum er ein serstøk støða, sum vanliga verður mett sum størsti yvirharrin í stórríkinum. Hann tók við áðrenn hann var komin til mann eftir at pápin, Humayun doyði, og var tey fyrstu árini undir verju av fyrstanum og generalinum Bairam Khan sum tryggjaði harradømi hjá mogulunum í Norðurindia við herferðum. Í 1562 yvirtók Akbar sjálvur stýrið eftir at hava tvungið Bairam frá maktini. Sum einaræðisharri førdi Akbar ein ídnan politikk við at krevja lond, sum gjørdi mogulríkið til tað mest týðandi í menningin av India sum ríki. Við herferðum, sum eyðkendu tað mesta av hansara stjórnartíð, vann hann eitt nú Gujarat í 1572, Bengalin í 1574 og Kashmir í 1581, sum øll vóru sett undir hansara fyrisiting. Tá hann doyði, ráddu mogularnir yvir nærum helminginum av India. Ashoka. Ashoka ella Aśoka (sanskrit: devanāgarī: अशोकः/IAST: Aśokaḥ/IPA:; umleið 304. f.Kr.-232 f.Kr.), kendur sum Ashoka hin mikli síðan hann verður roknaður at vera ein av bestu keisarunum í India, var ein indiskur keisari ("samrat") í Mauryaríkinum sum stýrdi yvir næstan øllum tí indiska subkontinentinum ettir fleire hernaðarlig álop frá umleið 272 f.Kr. til sín deyða. Ríkið hjá Ashoka strekti seg frá dagsins Afghanistan og Pakistan í vestri til Bangladesh og Assam í eystri, og so langt suður sum tað norðara Kerala og Andhra Pradesh (burtursæð frá Tamil Nadu). Hann vann kongsríkið sum var kent sum Kalinga, sum fyrr hevði staðið ímóti álopum frá teimum sum ráddu áðrenn Ashoka, heilt aftur til Chandragupta Maurya. Høvuðsstaðurin í Aśoka var í Magadha, har sum Bihar liggur í dag. Roald Amundsen. Roald Engelbregt Gravning Amundsen (føddur 16. juli 1872 á Tomta í Borge í Østfold, deyður mest sannlíkt hin 18. juni 1928) var ein norskur pólfari og sjófari. Hann er mest kendur fyri at hava leitt ta fyrstu rannsóknarferðina, sum náddi fram til tað jarfrøðiliga Suðurpólin í desember 1911 og fyri at hava funnið Útnyrðingsleiðina í 1903. Amundsen var samman við starvsfelagi sínum Fridtjof Nansen tær sonnu hetjurnar í Noregi í tíðarskeiðnum stutt eftir, at Noreg blivin sjálvstøðug tjóð í 1905. Hann var tann fyrsti persónurin, ið náddi fram til Suðurpólin og mest sannlíkt eisini til Norðpólin. Hann sigldi sum tann fyrsti, ið fólk vita um, gjøgnum Útnyrðingsleiðina, og var ein av teimum fyrstu, ið brúktu luftskip og flogfar í rannsóknarferðum til póløkini. Roald Amundsen hvarv í juni 1928 tá hann luttók í einari bjargingarroynd eftir rivali hansara Umberto Nobile, mann gongur út frá, at flogfarið ið hann var umborð á, datt niður tætt við Bjarnoynna. P-tal. P-tal bleiv innført í Føroyum í 1982. P-talið er samansett av føðingardegi og trimum tølum afturat. Allir persónar, sum í juli 1982 vóru skrásettir í Landsfólkayvirlitinum og allir persónar sum síðan 1982 eru skrásettir í yvirlitinum, hava fingið eitt P-tal. Harafturat fáa persónar, sum skulu skattast í Føroyum, eitt P-tal. Hini Norðurlondini hava cpr.nummur, sum eru føðingardagur og fýra tøl eftir tað. Raðtalið byrjar við 00 í støkum øldum, og við 50 í óstøkum øldum. T.v.s. at P-talið hjá einum persóni, sum er føddur tann 1. januar 1967, teoretisk kann verða brúkt aftur til ein persón, sum er føddur tann 1. januar 2167. P-talið 160595-519 vísir t.d. at persónurin er føddur antin tann 16. mai 1895 ella 16. mai 2095. Við at brúka talið 32765432 saman við hinum tølum verður eftirlitstalið funnið. Eftirlitstalið verður brúkt til at tryggja, at hini tølini eru røtt. Konufólk hava eitt líka eftirlitstal, og mannfólk hava eitt ólíka eftirlitstal. Kvinna. Ein kvinna, fleirtal: kvinnur ella kona, fleirtal: konur, er eitt menniskja av kvennkyni. Vanliga verða orðini kvinna og kona brúkt um vaksnar kvinnur, meðan orðið genta verður brúkt um børn og ungdómar av kvennkyni. Orðið kvinna verður tó eisini av og á brúkt um bæði vaksnar kvinnur og gentur, eitt nú í orðum sum "kvinnurættindi". Vanliga kunnu kvinnur føða børn, meðan eldri kvinnur sum er komnar yvir yvirgangsárini og summar kvinnur av øðrum orsøkum kunnu ikki føða børn. Lívfrøði og kyn. Tekning sum vísir reproduktivu skipanina hjá kvinnum Kynið hjá kvinnuni verður avgjørt av kromosomunum. Kvinnur hava tvey X-kromosom, meðan menn hava eitt X og eitt Y-kromosom. Kvinnur hava serstøk kynsgøgn, sum menn ikki hava, hesi eru til at reprodusera menniskuni við. Kvinnur hava eina lívmóður, har fostrið liggur og tekur føði til sín í nýggju mánaðir. Kvinnur hava eggjastokkar og eggjaleiðarar, so føra tað fruktaða eggið til lívmóðurina. Úr eggjastokkunum kemur eitt egg einaferð um mánaðin í meðal, tað kunnu eisini koma meira enn eitt, ella onki, um okkurt ikki er sum tað skal vera. Eggini koma regluliga meðan kvinnan er í fruktbara aldrinum, frá hon er umleið 13 ára gomul genta (tað kann variera nógv, 10-17 ár er mest vanligt), til hon er í 40'num, summar eru kanska heilt uppi í 50'unum. Børnini verða fødd gjøgnum skeiðina hjá kvinnuni (vagina), um tey ikki verða tikin við keisaraskurði. Fyri at ein kvinna kann gerast við barn skal sáð til frá einum manni. Náttúrligi mátin er, at kvinnan og maðurin hava samlegu og hann fær avgongu inn í skeiðina, og hagani ferðast sáðini fyrst gjøgnum lívmóðurhálsin, upp gjøgnum lívmóðurina, gjøgnum eggjastokkarnar, har tað so kann møta einum eggi og smelta saman við tí. Fruktaða eggið setur seg síðan fast í veggin í lívmóðurini, og kvinnan er vorðin við barn og heldur uppat við at fáa minstrasjón. Nú á døgum ber til á annan hátt hjá einari kvinnu at gerast við barn, tvs. uttan at hon hevur samlegu við ein mann. Hon kann antin fáa sáð sproyta inn (inseminasjón) ella kunnu nøkur egg takast úr eggjastokkunum og fruktaði uttanfyri kvinnuna, síðan verður antin eitt ella nøkur fáa fruktaði egg sett upp í livmóðurina (kunstigur befruktningur). Henda viðgerð verður ikki gjørd í Føroyum, men føroyskar kvinnur (kvinna og maður sum par), sum av onkrari orsøk ikki kunnu gerast við barn náttúrliga, kunnu fáa viðgerð móti barnloysi í øðrum londum, eitt nú í Danmark ella Íslandi. Kvinnur hava annarleiðis skap enn menn, hava meira feitt serliga á kroppinum, lørunum og rumpuni. Kvinnur hava eisini ytri kynseyðkenni sum bróst. Bróstini hava til endamál at framleiða mjólk til tey nýføddu børnini, tey kunnu fáa bróst í eitt tíðarskeið frá nøkrum mánaðum til nøkur ár, tað er ymiskt alt eftir hvar ið kvinnan býr. Summar kvinnur geva als ikki bróst, antin tí tað av onkrari orsøk ikki ber til ella tí hon velur at lata vera. Í summum mentanum verða kvinnubróstini eisini hildin at virka eggjandi fyri mannfólk. Grikska alfabetið. Tað grikska málið verður skrivað við tí grikska alfabetinum. Tað grikska alfabetið varð ment í klassiskari tíð (umleið 9. øld á.Kr.). Bókstavirnir í tí grikska alfabetinum verða brúktir til nógv ymisk endamál, eitt nú matematisk tekin, stjørnunøvn í astronomi osfr. Føroysk Wikipedia. Forsíðan á føroysku Wikipediu, sum hon sá út 17. mars 2013 Føroysk Wikipedia er tann føroyskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia. Fyrsta greinin varð skrivað hin 30. mai 2004 av týskaranum Arne List, sum upprættaði eina grein um Føroyar. Tríggjar vikur seinni, hin 20. juni 2004, varð forsíðan á tí føroysku Wikipedia upprættað av føroyska dulnevnda brúkaranum Quackor og pr. 6. apríl‎ 2013 vóru tilsamans 6.000 greinar á føroysku Wikipediu, tað vóru 279.154 rættingar, í meðal vóru tað framdar 16,90 rættingar pr. síðu. Tað vóru 9.011 skrásettir brúkarar, harav 47 brúkarar vóru aktivir teir seinastu 30 dagarnir, har vóru 40 bottar, 8 umboðsstjórar (administratorar) og tveir embætisstjórar (bureaukratar). Føroyska Wikipedia hevur nú greinar (hetta talið verður dagført sjálvvirkandi). Hin 29. mai 2014, dagin fyri 10 ára stovningardagin hjá føroysku Wikipediu, var grein nummar 10.000 skrivað, tað var ein grein um Reimund Langgaard, sum er løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Grønlendsk Wikipedia () hevði hin 30. mai 2014 tilsamans 1 606 greinar, Íslendsk Wikipedia () hevði tá 37.500 greinar, Donsk Wikipedia () hevði tá fleiri enn 188 000 greinar, meðan Norsk Wikipedia () (bokmål) hevði 420.628 greinar. Nynorsk Wikipedia hevði 113.896 hin 30. mai 2014. Svensk Wikipedia er tann størsta av teimum norðurlendsku, hon kom upp á 1 millión greinar, sum tað fyrsta av teimum norðurlendsku málunum í juni 2013. Í mai 2014 hevði tann svenskmælta Wikipedia 1.622.700 greinar. Keldur. Wikipedia Magnus Johannessen. Magnus Johannessen er ein føroyskur jazz tónleikari og tónasmiður. Hann hevur arbeitt innan tónleik í fleiri ár í Føroyum, Danmark og Íslandi. og lisið tónleik eitt nú á IMU school of Music í Reykjavík. Hann hevur luttikið á fleiri tónleikaútgávum, og hevur eisini givið út egið tilfar. Í 2001 varð hann tilnevndur Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins. Vincent van Gogh. Sjálvsmynd, málningur eftir Van Gogh Vincent Willem van Gogh (30. mars 1853 – 29. juli 1890) var ein niðurlendskur post-impressjónistiskur listamálari. Hann er ein av teimum mest týðandi listafólkunum í evropeiskari listasøgu. Hann teknaði longu sum smádrongur, men fór ikki at mála fyrr enn hann var síðst í 20'num. Tað seinasta 10-áraskeiðið av lívinum málaði hann einar 860 oljumálningar og gott 1300 vatnlitsmyndir, tekningar o.a.; hetta var áðrenn hann gjørdist sinnissjúkur og at enda doyði at einum skotsári. Tað var hildið, at hann skeyt seg sjálvan, sjálvt um man ikki fann nakað skotvápn. Hann var maniodepressivur og fekk psykosu. Van Gogh var ikki blivin kendur, tá hann doyði, tað bleiv hann ikki fyrr enn seinni. Hann hevur havt stóra ávirkan á onnur listafólk í 20. øld. Henning Larsen. Henning Larsen (20. august 1925 í Opsund - 22. juni 2013 í Keypmannahavn) var ein danskur arkitektur. Hann markeraði seg bæði í Danmark og í øðrum londum og er serliga kendur fyri eitt nú bygningin hjá Uttanríkisráðnum í Riyadh. Hann var útbúgvin á Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn í 1952. Hann fekk eisini undirvísing á The Architectural Association, London og *The MIT School of Architecture, Boston. Í 1959 stovnaði hann sína egnu teknistovu, sum eitur Henning Larsen Architects. Smærru Antilloyggjar. Kort yvir oyggjarnar í Karibiska Havinum. Smáu Antilloyggjar, ið eru í einum boga úr Puerto Riko í Stóru Antilloyggjum fyri norðan og at strondini í Suðuramerika, eru partur av Karibiaoyggjum í Karibiska Havinum. Oyggjarnar hava verið evropeisk hjálond, men nú eru tær flestu fræls ríki. Tær frælsu oyggjarnar eru St. Kitts og Nevis, Antigua og Barbuda, Dominika, St. Lusia, St. Vinsent og Grenadinoyggjar, Barbados, Grenada og Trinidad og Tobago. Nógvar oyggjar eru enn undir Stórabretlandi, Fraklandi, Hollandi ella USA: Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Anguilla, Aruba, Bretsku Jómfrúoyggjar, Bonaire, Curacao, Guadeloupe, Martinque, Montserrat, Saint Martin, Sint Maarten, Sint Eustatius, Saint Barthélemy og Saba. Fólkið er ættað úr Afrika, Evropa og Asia, og burtur úr tí er sprottin egin og lívlig mentan, sum leggur stóran dent á tónleik og dans. Bananir, sum vaksa væl í nógvum hita og nógvum regni, eru týdningarmikil útflutningsvøra. Men javnan er vandi fyri, at banangrøðin misferst, tá ið ódnir herja. Fyrr fóru fólk ímillum oyggjarnar í báti, og enn verður mesta vøran flutt við skipi, tí at tað er bíligasti flutningsháttur. Stórar útflutningshavnir eru t.d. Castries í St. Lusia. Í fleiri oyggjum eru ongar jarnbreytir lagdar, og høvuðsvegirnir eru mest fram við strondini, og tí er vegasambandið inn í oyggjarnar vánaligt. Í Antigua, Barbados, Martinique og mongum øðrum oyggjum eru nú lagdir stórir flogvøllir. Stór flogfør kunnu seta seg. Mesti ídnaðurin í Smáu Antilloyggjum er í Trinidad og Tobago. Olja og gass eru í undirgrundini, og har eru virki, sum vinna úrdráttir úr oljuni og gassinum, og eisini er jarn- og stálídnaður. Tá ið Barbados er frá, eiga hini londini so at siga eingi ráevni, og høvuðsinntøka teirra er landbúnaður, t.d. bananir, sukur, bummull og kakao. Seinastu árini hevur verið roynt at gera útflutningsídnaðin fjølbroyttari. Í St. Vinsent og Grenadinoyggjar er gjørd stór kvørn, og í Martinique oljureinsiverk. Á mongum oyggjum hevur ymiskur smáídnaður tikið seg upp. Granskaraútbúgving. Ph.d. er granskaraútbúgving, sum tekur trý ár og endar við verju av ritgerð um evni, sum er viðgjørt tey trý árini útbúgvingin er. Tað kann eisin ivera talan um eina 4 ára útbúgving, tá er kandidatparturin við í ph.d.-partinum. Ph.d. er stytting fyri "philosophiae doctor" (tað er doktari í heimspeki). Hetta er vanliga ein 3 ára granskaraútbúgving, sum í dag er kravd fyri at kunna fáa starv sum t.d. granskari á universitetum og granskingarstovnum. Eisini fleiri virkir, serliga tey sum arbeiða við menning av nýggjum vørum og tænastum, seta fólk við ph.d.-útbúgving í starv. Fólk verða vanliga sett í eitt 3 ára starv hjá einum universiteti, einum sektorgranskingarstovni ella á einum virki og innskrivað til lestur við eitt universitet. Tað ber til at søkja um at verða innskrivað(ur) til ph.d.lestur á Fróðskaparsetrinum. Mett verður, at tað eru eini 25 fólk í Føroyum í løtuni, sum eru í gongd við ph.d.útbúgving og líka nógvir føroyingar í gongd uttanlands eisini. Í sambandi við umsóknir um stuðul og annað, verður hetta 3 ára skeiðið og arbeiðið vanliga kalla ein ph.d.-verkætlan ella ein granskaraútbúgving. OECD. OECD (stytting fyri Organisation for Economic Co-operation and Development, føroyskt: Felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning) er ein felagsskapur hjá teimum ríkastu londunum í heiminum. Gudfrøði. a> var ein heimskendur italskur gudfrøðingur. Gudfrøði (latín "theologia") er ein frøðigrein um læru, innihald og upphav kristindómsins. Orðið theologia kemur frá grikska orðinum Θεός (theos), sum merkir gud, og λογία (logia) kemur frá griska orðinum logos (frøði). Tá ið sagt verður, at ein lesur gudfrøði, verður vanliga hugsa um alt, sum hevur við tað kristnu trúnna at gera so sum einglar, menniskja, synd o.s.fr. Granskanin av Gud Faðirinum ("theologia proper") er tó kjarnan. Tá ein lesur gudfrøði skal ein millum annað eisini læra hebráiskt. Nobelvirðislønin. Alfred Nobel (1833-1896), sum stovnaði Nobel-virðislønina Nobelvirðislønin er ein heiðursløn, ið verður latin einaferð um árið á deyðsdegnum hjá Alfred Nobel, hin 10. desember. Heiðurslønin varð fyrstu ferð latin í 1901. Heiðurslønamóttakararnir í alisfrøði og evnafrøði verða valdir av "Kungliga vetenskapsakademiens nobelkommitté", í fysiologi og medisini av "Karolinska institutets nobelkommitté", í bókmentum av "Svenska akademiens nobelkommitté" og "Friðarheiðursløn Nobels" av "Norske Stortings Nobelkomité". Allar hesar virðislønirnar verða latnar av ognini hjá Nobel Stýrinum. Í 1968 kom ein eyka heiðursløn, sum Sveriges Riksbank setti á stovn, tað er Nobelvirðislønin í búskapi, sum eisini verður latin á hvørjum ári av "Vetenskapsakademien". Allar Nobelheiðurslønirnar verða latnar í Stokkhólmi í Svøríki uttan Friðarheiðursløn Nobels, sum verður latin í Noregi. Orsøkin er tann, at Noreg og Svøríki vóru saman í einum felagsríki, tá Alfred Nobel andaðist hin 10. desember 1896, og Svøríki stýrdi uttanríkispolitikkin. Nobel meinti tí, at vandin fyri mutri var minni, um tað var Noreg, ið stóð fyri handanini av friðarheiðurslønini. Ein uppgerð í 2014 vísir, at nærum triði hvør móttakari av teimum fimm Nobel-lønunum í heilivági, alisfrøði, evnafrøði, bókmentum, búskapi og við Friðarheiðurslønini koma úr USA. Íalt hava 876 persónar fingið henda heiður. Av teimum eru 254 úr USA. Amerikanarar eru tí á fyrsta plássi yvir lond, sum hava fingið flestar Nobel-heiðurslønir, meðan Stórabretland og Týskland kappast um 2. og 3. plássið. Men um ein samanber talið av heiðurslønum við talið av íbúgvum í einum landi, sær listin munandi øðrvísi út. Tíðindafólk hjá JyllandsPosten hava gjørt eitt yvirlit, har ein sær, at um ein roknar Føroyar sum eina sjálvstøðuga tjóð, verða vit tað landið í heimi, sum hevur flestar Nobel-heiðurslønir fyri hvønn íbúgvan. Deyðsorsøk. Ein deyðsorsøk ella deyðaatvold er tann atvoldin sum førir til at eitt menniskja doyr. Deyðin kann skyldast náttúrligar orsøkir sum t.d. sjúku av ymiskum slag, tað kann eitt nú vera krabbamein ella hjarta-/æðrasjúkur. Deyðin kann eisini skyldast eina vanlukku, morð ella sjálvmorð. Í londum har deyðarevsing er loyvd, kann deyðin eisini skyldast avrætting. Tá ein persónur doyr, eigur ein lækni at kanna líkið og staðfesta deyðsorsøkina. Um læknin ikki kann staðfesta deyðsorsøkina, ella um løgreglan hevur illgruna um ein ónáttúrligan deyða, so kann løgreglan krevja rættarlæknaliga líkskoðan og um, líkskoðanin heldur ikki kann staðfesta orsøkina til deyðan, kann ein líkskurður vera framdur. Í nógvum øðrum londum er tað rættiliga vanligt við líkskurði, eisini sjálvt um tað ikki er illgruni um ikki náttúrligan deyða, tá verður líkskurðurin gjørdur bert fyri at staðfesta júst hvør orsøkin var til deyðan. Í Føroyum er ikki nakar patologur í starvi, og tí má ein slíkur koma úr Danmark. Í flestu førum, tá líkskurður verður framdur í Føroyum, er tað tí at løgreglan ynskir tað, fyri betri at kunna staðfesta, hví ein persónur er deyður. Deyðsorsøkir í Føroyum. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir deyðsorsøkir hjá føroyingum í Føroyum árini 1996 til 2010. Orsøkirnar eru bólkaðar í høvuðsbólkar, soleiðis at t.d. allar krabbameinssjúlkur eru taldar saman í ein bólk, øll sløg av hjartasjúkum í ein bólk osfr. Kelda til hagtølini er Heilsulýsing Landslæknans 2011-12, sum byggir á deyðsváttanir hjá føroyingum. Føroyingar sum høvdu bústað í Føroyum, men sum eru deyðir í øðrum londum, t.d. á sjúkrahúsum í Danmark, eru taldir við, meðan útlendingar, sum eru deyðir í Føroyum, men ikki høvdu bústað her, ikki eru taldir við. Landslæknin í Føroyum hevur savnað hagtølini. Gull. Gull (á latíni aurum) er frumevni nummar 79 í tí skeiðbundnu skipanini, og hevur tað evnafrøðiliga súmbolið Au: Undir vanligum trýst- og temperaturviðurskiftum er hetta Yvirgangsmetallið sum eitt sera tungt, gult metal, sum er lætt at broyta skap á. Frida Kahlo. Frida Kahlo og maður hennera Diego Rivera. Frida Kahlo de Rivera (fødd Magdalena Carmen Frieda Kahlo y Calderón; 6. juli 1907 – 13. juli 1954) var ein meksikanskur listamálari, fødd í Coyoacán, sum var best kend fyri sínar sjálvsmyndir. Lívið hjá Kahlo byrjaði og endaði Mexico City, í heimi hennara, sum var kent sum Bláa Húsið. Hon fortaldi, at hon var fødd 7. juli 1910, men føðiváttan hennara avdúkaði, at hon varð fødd 6. juli 1907. Eftir øllum at døma ynskti hon at føðiár hennara skuldi vera samstundis sum meksikanska kollveltingin byrjaði, soleiðis at lív hennara byrjaði samstundis sum nútíðar Meksiko. Meksikonsk mentan og amerindiansk mentan og siðvenja hava stóran týdning fyri listina hjá Kahlo, og av og á verður hennara list søgd at vera naiv list ella fólkslig list. Verk hennara verða eisini søgd at vera surrealistisk. Kahlo var úti fyri einari álvarsligari ferðsluvannlukku, tá hon var 25 ára gomul, hon sat í einum bussi, sum rendi saman við einum trolleybussi. Hon var illa særd, og var plágað av pínu restina av lívinum. Eitt skifti sat hon eisini í koyristóli. Vannlukkan var eisini orsøkin til, at hon fót í holt við at mála. Hon segði, at orsøkin til at hon so ofta málaði seg sjálva var tann, at hon so ofta var einsamøll, og at "eg eri tað evnið ið eg kenni best", sum hon segði. Hon sá nógv upp til meksikanska listamannin Diego Rivera, og í 1929 blivu tey gift. Hon kundi ikki fáa børn orsakað av vanlukkuni. Kahlo var tað fyrsta listafólki úr Meksiko, sum seldi eitt listaverk til kenda franska listasavnið Louvre, tað hendi eftir at hon hevði eina framsýning í París í 1939. Steven Spielberg. alt= Steven Allan Spielberg, føddur 18. desember 1946 í Cincinnati í Ohio, USA, er ein amerikanskur filmsleikstjóri, filmsframleiðari og filmshandrithøvundur. Spielberg fekk sítt gjøgnumbrot við filminum "Jaws" frá 1975, sum var ein sera væl mótikin av almenninginum. Hugtakið og lanseringin av filminum gjørdist ein fyrimynd fyri Hollywood. Filmurin gav 100 milliónir dollarar og setti nýtt met fyri mest innspældan pening. Spielberg er kendur fyri at hava leikstjórnað fleiri ymiskir filmar, eitt nú teir higartil fýra filmarnar um "Indiana Jones" (1981, 1984, 1989, 2008) og filmar sum "E.T. the Extra-Terrestrial" (1982), "Jurassic Park" (1993) og tey seinastu árini filmar sum "War of the Worlds" (2005) og "The Terminal" (2004). "Schindler's List" (1993), sum fekk seks Oscar heiðurslønir, er eisini tann filmurin sum er ein av best umtóktu filmum í heiminum, tá hyggjarar sleppa at velja. Filmurin er svart/hvítur dramafilmur, um ein mann frá veruliga lívinum, Oscar Schindler, sum bjargaði umleið 1100 pólskum jødum frá týning í Auschwitz undir Seinna heimsbardaga, við at hjálpa teimum til Svøríkis. Spielberg hevur seks ferðir verið tilnevndur til eina Oscar-virðisløn fyri besta filmsleikstjóran. Gjøgnum tíðirnar er hann tann filmsleikstjórin, hvørs filmar geva tær hægstu inntøkurnar. "Jurassic Park" er tann av filmum Spielbergs sum hevur givið tær allarstørstu inntøkurna, umleið 920 milliónir dollarar, sum gevur filminum eitt 9. pláss millum størstu inntøkugevandi filmar í heiminum. Jon Bon Jovi. Jon Bon Jovi (føddur John Francis Bongiovi 2. mars 1962 í Perth Amboy, New Jersey, USA) og er ein amerikanskur sangari, tónleikari, sangskrivari og sjónleikari. Hann er forsangari í rockbókinum Bon Jovi, og spælir m.a guitar, klaver, munnharpu og trummir. Hann er uppvaksin í Sayreville, og gekk á Sayreville War Memorial High School. Hann skifti navnið til Jon Bon Jovi, tá hann ognaði sær eina plátu sáttmála við Mercery Records (tann seinri Island Records). Jovisa pápi, Tony Bongiovi átti plátustudio the Power Station, har hann fekk arbeiði sum sting-í-rendan-drong. Eftir teirri ordineraðu upplatingartíð, kundi hann frítt brúka studioi, har hann benyttaði sær, at innspæla sína demo plátu – við hjálp av sínum pápabeiggja. Hendan plátan bleiv seinri útgivin í 1999, sum John Bon jovi: The Power Station Years. Tann 29. Apríl 1989 bleiv Jon Bon Jovi giftur við gentu síni, sum hann hevði verið í parlagi við, frá ítróttartíðini, Dorothea Hurley, í Graceland Chapel í Las Vegas, Nevada. Tann 31. Mai 1993 átti hon tað fyrsta barni, dótturina Stephanie Rose, hareftir 3 synir: Jesse James Louis Bongiovi (19. februar 1995), Jacob Hurley Bongiovi (7. mai 2002) og Romeo Jon Bongiovi (29. Mars 2004). Jon Bon Jovi hevur verið við í einari langari røð av filmum, og í ymiskum sjónvarpsrøðum. Harumframt hevur hann selt yvir 120 milliónir plátir við bólkinum Bon Jovi, har Jovi sjálvur hevur útgivið tær báðar solopláturnar, Blaze of Glory (1990) og Destination Anywhere (1997). Jovi hevur eisini arbeitt við vælgerðandi arbeiði innan fyri m.a teir paralympisku leikirnir, Amerikanski Reyði Krossur, the Elizabeth Glaser Pediatric AIDS Foundation, og aðrar vælgerir og bólkar. Í septembur 2005 undir einum viðvirknum í einum Oprah Winfrey-show, gav bólkurin Bon Jovi eina millión amerikanskar dollarir til hennara Angel Network.[1] Í 2004 stovnaði hann tað amerikanska fótbóltsfelagið, Philadelphia Soul (amerikanskur fótbóltur), sum hann eisini var eigari av. Felagið spælir í Arena Football League. Philadelphia Soul. The Philadelphia Soul er eitt Arena Football League felag, sum er skrásett í Philadelphia, Pennsylvania. Teir byrjaðu at spæla í 2004 og spæla amerikanskan fótbólt. Teir vunnu teirra fyrsta ArenaBowl í 2008, við at vinna á San Jose SaberCats 59-56 í ArenaBowl XXII. The Soul vann 13 dystir, og tapti 3 í 2008, og eisini vunnu teir trý playoff spøl, harundir ArenaBowl XXII. Eftir tvey umfør uttan aktivitet í 2009 og 2010, fingu teir í 2011 nýggjan venjara, Mike Hohensee og vóru við aftur, men tað gekk ikki eftir vild, og teir endaðu á aftasta plássi. Í 2012, byrjaði Soul fótbóltsárið við nýggjum høvuðsvenjarara, Doug Plank. Teir endaðu tað vanligu kappingina við tí besta úrslitinum í deildini við 15-3. Teir lógu til uppflyting til ArenaBowl XXV, men so taptu teir móti Arizona Rattlers 72–54. Minni enn eina viku seinni segði Plank seg úr venjarastarvinum. ArenaBowl XXII. ArenaBowl XXII var spælt tann 27. Juli 2008, í New Orleans Arena, í New Orleans, Louisiana (Verturin fyri ArenaBowl XXII). Tað var tann 22. og seinasta finalan um meistaraheiti í søguni hjá tí upprunaligu Arena Football League. Finalan endaði við at Philadelphia Soul vann 59-56 móti San Jose SaberCats. Feðgar á ferð. "Feðgar á ferð" er ein skemtilig skaldsøga, sum føroyski rithøvundurin Heðin Brú skrivaði, og sum kom út fyrstu ferð í 1940. "Feðgar á ferð" er umsett til átta mál. Bókin varð vald til aldarinnar bók í Føroyum. Iron Maiden. Iron Maiden er ein enskur heavy metal-bólkur frá Leyton í eystur London, sum bleiv stovnaður í mai 1975, av sangskrivarinum, Steve Harris. Síðan tann dag er teirra diskografi voksin til at skapað heili 36 plátur: 15 studioplátur; 10 liveplátur; 4 EP'ir; og 7 uppsamlings plátur. Bólkurin er roknaður, sum ein av teimum mest indfluttningsríku heavy metal-bólkunum í heiminum, og hevur selt meira enn 100 milliónir plátur. Iron Maiden hevur harumframt havt stóra ávirkan á menningina av ørðum tungmálmstónleiki. Eitt dømi er tann amerikanski thrash metal-bólkurin Slayer, sum hevur útalað seg um, at Iron Maiden er ein av teimum bólkunum sum hevur ávirkað teir mest, innanfyri tónleik. Einaferð í 70'inum útskiftið Iron Maiden nakrar limir, tað tíðarskeiði spældu teir mest í ymiskum punk klubbum ymsa staðni í London. Tann 19. august 2005 bleiv bólkurin limur av Hollywood's Rockwalk, sum er eitt tónleikans svar uppá Hollywood Walk of Fame. Bólkurin hevur eisini ein maskot, sum verður nevndur, Eddie The Trooper, sum er teknaður av forsangaranum, Steve Harris. Steve Harris. Steve Harris (føddur 12. mars, 1956 í Leytonstone, London, Ongland) og er sjálvlærdur bassistur. Sum tannáringur stovnaði Steve saman við Dave Murray, tungmálmsbólkin Iron Maiden í mai 1975. Teir eru teir einastu limirnir, sum hava verið skrásettir á øllum Iron Maiden plátunum. Steve Harris verður av nógvum fólki róptur at verða tann dugnaligasti bassistur í heiminum. Hann eigur eina dóttur, sum eitur Lauren Harris. Sjálvur vil Steve Harris nokk peika uppá Geddy Lee frá Rush, sum heimsins dugnaligasti bassistur, tí Geddy hevur verið ein stór inspiratión fyri hann – hendan inspiratiónin framgongur týðiligani á Iron Maiden plátuni, The Final Frontier. The Final Frontier. The Final Frontier er tann 15. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan A Matter of Life and Death frá 2006, og harvið er tað tann longsta tíðin ímillum tvær Iron Maiden studio plátur. Tónleikurin er komponeraður av limunum í bólkinum, meðan Steve Harris og Bruce Dickinson eru krediteraðir fyri tekstin. Plátan var útgivin kring allan heim, tann 18. august 2010. Hon varð fyrst útgivin tann 13. august 2010, ið Týsklandi. Vladimir Lenin. Vladimir Iljitj Lenin (russiskt: Влади́мир Ильи́ч Ле́нин, upprunaliga Vladimir Iljitj Uljanov, Влади́мир Ильи́ч Ульянов, f. 22. apríl 1870 í Simbirsk, d. 21. januar 1924 í Gorki) var sovjetiskur statsleiðari í tíðarskeiðnum 6. november 1917 til deyða sín. Hann var ein týdningarmikil marxistiskur revolutionerur teoretikari, hvørs íkast til ta marxistisku teoriina verður nevnt leninisma (av hesum: marxistisk-leninisma). Navnið Lenin er tað revolutionera dulnevni, sum Vladimir Uljanov er best kendur undir. Hann brúkti hetta navnið fyrstu ferð í 1901, og tá brúkti hann eisini fornavnið Nikolaj. Seinni undir hansara politisku stórheitstíð bleiv hann nokk mest kendur undir sínum almenna for- og faðirsnavni: Vladimir Iljitj Lenin. Sjálvt navnið Lenin er eftir øllum at døma komið av tí sibirisku ánni, sum nevnist Lena. Lenin verður sæddur sum høvuðsmaðurin handan russisku kollveltingina og stovnarin av tí sovjettisku tjóðini, sum undir kalda krígnum var ein av tveimum stórveldum heimsins. Hann skrivaði rættiliga nógv, umleið 15 000 normalsíður liggja eftir hann, mest um kollveltingina. Eftir kalda kríggið blivu nógvar standmyndir av Lenin knústar sundur, bæði í Sovjetsamveldinum og í Eysturevropa. Leyton. High Road í Leyton, London. Leyton er eitt økið í London. Leyton liggur í eystur partinum av London. Økið liggur m.a tætt uppá Queen Elizabeth Olympic Park, sum var vertur fyri teimum Summar-OL 2012. Leyton hevur eisini gomul raðhús, bygd umleið í 1870 - 1910, sum seinni eru nútíðargjørd. Olympic Park. Olympiska Parkin í London, Stórabretlandi, er eitt ítróttaligt kompleks, sum er bygt til 2012 Summar Olympisku Leikirnir og 2012 Summar Paralympisku Leikirnir, sum liggur eystan fyri býin, og stoytir upp í Stratford økið. Eftir teir Olympisku Leikirnir var avgjørt, at hon skuldi skifta navn til "Queen Elizabeth Olympic Park". Dagfinn Olsen. Dagfinn Olsen (føddur 16. september 1967) er ein føroyskur tónleikari og sangskrivari, hann spælir bass. Hann hevur útgivið fleiri sangir og eina fløgu við bólkinum Dagfinn og Impulz. Dagfinn vaks upp í Havn og Hoyvík, men býr nú suðuri í Vági. Hann er útbúgvin lærari og starvast í Vágs Skúla. Hann hevur eitt nú skrivað sangir sum "Fagri flokkur", sum Kim Hansen syngur, tann sangurin er útgivin á Dagfinn og Impulz og á trimum uppsamlingsfløgum. Dagfinn hevur nakrar ferðir gjørt sangir sum skúlaflokkar, ið hann undirvísir, syngja, eitt nú sangurin "Fílafitti" (1. regla: Fýra fittar fílaføtur, fóru út at spáka), sum 3. flokkur í Vágs skúla í 2007/08 sang, hann er ikki útgivin, men var við í uppskoti til nýggja Skúlasangbók. Tónleikaútgávur. Stovnandi limur Í Springs: Bólkur úr Hoyvík frá áttatiárunum, ið gav fløgu út í 1989 WFP. WFP er ST-felagsskapurin, har øll lond saman royna at veita líðandi fólkum neyðhjálp. World Food Programme (stytt WFP), Matvørufelagsskapur Sameindu Tjóða, varð settur á stovn í 1963. Sum neyðhjálparfelagsskapur, syrgir WFP fyri at bráðfeingis hjálp og matur kemur út til øki, sum eru hungursrakt orsakað av náttúruvanlukkum ella kríggi. Harumframt veitir WFP menningarhjálp til øki, sum støðugt eru rakt av hungri. Kanningar vísa, at um børn ikki fáa nøktandi føðsluvirði í matinum, so hava tey ógvuliga trupult við at læra. Tí er umráðandi, at tá fátøk øki verða ment við til dømis betri skúlum, má stuðul eisini verða veittur at tryggja børnunum nóg góðan mat, tí annars fáa tey ikki nóg mikið burtur úr nýggju møguleikunum, sum ein betri skúli gevur. Føroyar hava ikki atlimaskap í WFP, men føroyska landsstýrið hevur fleiri ferðir latið bæði neyðhjálp og menningarhjálp umvegis WFP. Til dømis er menningarhjálp givin til verkætlanina Senegal Country Programmes, og neyðhjálp er t.d. farin til Perú og Gambia. WFP verður ikki fíggjað óbiðið av ST, tískil er hjálpararbeiðið teirra treytað av, at einstaklingar, felagsskapir og einstøk lond donera pening til teirra. Mannagongdin hjá WFP hevur í mong ár verið; fyrst at staðfesta eina matvørukreppu, harnæst biðja altjóða samfeløg um fígging, síðani keypa inn matvørurnar á heimsmarknaðanum, fyri til endans at pakka, senda og luta hjálpina til tey, ið tørva hana. Endamál. Heimsmatvørufelagsskapur ST hevur sum høvuðsendamál at nøkta tørvin á mati í hungursraktum økjum í heiminum. Um 80-90 % av orkuni hjá WFP fara til at nøkta bráðfeingis mattrot, men WFP arbeiðir eisini við langtíðar menningarverkætlanum. Rembrandt. Rembrandt Harmenszoon van Rijn, oftast bert nevndur sum Rembrandt (15. juli 1606 – 4. oktober 1669) var ein niðurlendskur listamálari. Hann verður vanliga mettur at vera ein av teimum bestu listamálarunum í evropeiskari listasøgu og tann týdningarmesti í niðurlendskari søgu. Hann varð føddur sum sonur ein myllara í Leiden. 14-áragamal varð hann innskrivaður sum lesandi við lærda háskúlan í Leiden, men gavst við at lesa eftir eitt hálvt ár, fyri at gerast málari í staðin. Í 1624 varð hann í læru sum listamálari hjá Pieter Lastman í Amsterdam. Eftir 6 mánaðir vendi hann aftur til Leiden, har hann fann fram til sín egna stíl. Í 1632 flutti hann so aftur til Amsterdam, har hann arbeiddi sum portrettmálari. Hann giftist við Saskia van Uylenburgh, sum var dóttir ein borgarstjóra og systkinabarn við ein sukseríkan listahandilsmann. Í tíðarskeiðnum 1635-1641 fingu tey fýra børn, av teimum yvirlivdi bert eitt barn. Konan doyði í 1642. Gjøgnum tíðirnar hava fólk hildið, at Rembrandt málaði yvir 600 málningar og gjørdi fleiri túsund tekningar og raderingar. Seinni greinskan, sum m.a. er gjørd av "The Rembrandt Research project", er komin fram til, at talið ikki eigur at vera so høgt, men heldur umleið 300 verk, sum meistarin Rembrandt hevur málað. Eitt av teimum kendastu verkum hansara er "Náttarvaktin". Seinna kona hansara, Hendrickje Stoffels, doyði í 1663. Sonurin Titus frá tí fyrsta hjúnalagnum, doyði í 1668. Hin 4. oktober 1669 doyði Rembrandt í Amsterdam og varð grivin í Westerkerk. Einasti eftirkomari hansara tá, var dóttrini Cornelia, sum hann hevði fingið við Hendrickje. Trygdarráð ST. Trygdarráðið er eitt tað týdningarmesta liðið í ST skipanini, sum skal varveita altjóða frið og trygd. Trygdarráðið hjá ST er týdningarmesti stovnurin í ST. Trygdarráðið er eitt ráð, ið tekur stórar avgerðir og kemur saman til fundar at fáa frið í lag, tá ið vandi er fyri, at kríggj brestur á ímillum lond. Høvuðsuppgávan hjá ráðnum er at varðveita frið og trygd. Trygdarráðið arbeiðir bæði fyribyrgjandi - við at ráða til semju, vera semingspartur og áseta meginreglur fyri friðarligum loysnum, og meira aktivt, um ein træta endar við kríggi. Tá kann Trygdarráðið senda friðarvarðveitandi herlið inn í øki og seta tvingsilsátøk og búskaparlig revsitiltøk í verk. Herliðini eru ofta úr fleiri limalondum, men eru undir ST-yvirvaldi. Ráðið kann taka avgerð um, at lond, ið kríggjast, skulu fáa í lag vápnahvíld, ella tað kann gera av at senda friðarherlið at verja friðin. Trygdarráðið skal straks koma saman, um heimsfriðurin verður hóttur. Trygdarráðið er samansett av 15 limalondum, fimm av hesum eru fastir limir. Hini tíggju londini verða vald fyri eitt tveyára tíðarskeið í senn. Trygdarráðið kann viðmæla nýggj limalond og ráða til burturvísing av limalandi, sum áhaldandi brýtur meginreglur stovnsins. Núverandi limir. ST-trygdarráðið hevur fimm fastar limir og so tíggju onnur limalond, sum sita í ráðnum í tvey ár og verða skift út ár um ár, fimm ísenn. Í trygdarráðnum eru fimtan limir. Ráðið hevur fimm fastar limir - USA, Stórabretland, Frakland, Kina og Russland - og tíggju aðrar limir, sum sita 2 ár í senn. Hinir tíggju limirnir verða valdir fyri 2 ár í senn av landabólkum: Fimm úr Ásia og Afrika, tveir úr Vesturevropa, tveir úr Latínamerika (Mið- og Suðuramerika) og ein úr Eysturevropa. Avgerðir Trygdarráðsins hava bert gildi, um í minsta lagi níggju limir atkvøða fyri. Ráðið hevur víðar heimildir, men samstundis hava føstu limirnir sonevndan sýtingarrætt (vetorætt), tað er, at tey einsamøll kunnu sýta fyri, at ein avgerð, sum øll hini annars eru samd um, verður viðtikin. Undir Kalda krígnum nýttu Sovjetsamveldið og USA mangan hendan møguleika og løgdu tí Trygdarráðið lamið í long tíðarskeið. Altjóða Dómstólurin. Altjóða Dómstólurin er einasti av seks høvuðstovnum Sameindu Tjóða, sum ikki heldur til í New York. Hann heldur til í Haag í Niðurlondum. Altjóða Dómstólurin er rættarligi høvuðstovnurin í ST skipanini. Ósemjur landanna millum kunnu verða lagdar fyri dómstólin, ið eisini er hægsti løgfrøðiligi myndugleikin í ST. Rætturin loysir løgfrøðiligar trætur millum lond og ráðgevur ST og serstovnunum í ST skipanini. Úrskurðir hjá dómstólinum eru endaligir og bindandi fyri avvarðandi lond og kunnu ikki kærast. Dómstólurin viðger mál, sum lond í semju leggja fyri hann, men kann ikki taka mál upp hjá einstaklingum, vinnufeløgum ella felagsskapum. Dómstólurin kann heldur ikki viðgera brotsverk ímóti mannaættini. Til hetta eru settir á stovn serdómstólar. Aðalfundur Sameindu Tjóða. Aðalfundurin er eitt slag av heimstingi. Øll limalondini sita á aðalfundinum, og hvørt landið, líka mikið hvussu stórt ella lítið tað er, hevur eina atkvøðu. Samtyktir hjá aðalfundinum verða gjørdar við vanligum meiriluta, tó krevja upptøkur av nýggjum limalondum og tilráðingar um frið og trygd tveir triðingar í atkvøðumeiriluta. Aðalfundur Sameindu Tjóða hittist á hvørjum ári, vanliga frá september til desember. Avgerðir, sum aðalfundurin tekur, binda ikki limalondini løgfrøðiliga, men tær verða mettar at hava stóran týdning fyri støðutakan til mál í altjóða politikki, eins og tær ofta verða mettar at verða moralskt bindandi. FAO. Felagsskapurin hevur høvuðssæti í Róm. ST felagsskapurin FAO (á enskum "Food and Agriculture Organization of the United Nations", á føroyskum Matvøru- og Landbúnaðarfelagsskapur Sameindu Tjóða) arbeiðir við millum øðrum spurningum um mat og føðslu. FAO er ST-felagsskapur, ið umsitur matvøru og landbúnaðarmál. Heimildirnar og endamálið hjá FAO eru at betra føðigóðsku og lívskor kring heimin, stuðla uppundir vøkstri í globala búskapinum og tryggja veitan av matvøru til tað vaksandi fólkatalið í heiminum. FAO fremur sítt endamál við at virka sum ein altjóða vitanardepil, ið veitir ráðgeving og stuðul til limalondini. Felagsskapurin samskipar og arbeiðir móti at áseta altjóða mannagongdir og reglugerðir. FAO og limalondini samstarva eitt nú innan menningarvirksemi, og limalondini kunnu gagnnýta dátugrunnar og hagtøl, ið felagsskapurin umsitur. FAO var settur á stovn í 1945 og hevur í 2013 190 limalond. Bert sjálvstøðugir statir kunnu fáa fullan limaskap í FAO. Stjórnarlógin hjá FAO inniheldur tó greiðar ásetingar um atlimaskap. Føroyar hava atlimaskap í FAO. Sum atlimur fáa Føroyar fulla atgongd og talurætt á ráðstevnum, aðalfundum og nevndarfundum, bert ikki atkvøðurætt. Tað er tó ikki vanligt, at atkvøtt verður um faklig ella politisk mál, ið verða viðgjørd. Føroyski áhugin er serliga fyri nevndini CoFi (stytting fyri "Committee on Fisheries"). Fyri Føroyar hevur tað stóran týdning at vera við í tí partinum, sum varðar av fiskivinnu. Flestu fiskivinnulond hittast javnan í CoFi at viðgera mál, sum hava felags áhuga, so sum felags meginreglur fyri burðardygga fiskivinnu. Nógvar altjóða leiðreglur um fiskivinnu og aling fáa sítt skap í CoFi, og tí er luttøka umráðandi fyri lond, sum ynskja at ávirka altjóða fiskivinnupolitikkin í framtíðini. CoFi heldur høvuðsfund annaðhvørt ár í Róm í Italia, har FAO høvuðsskrivstovan er. CoFi hevur tvær sernevndir, onnur arbeiðir við aling og hin við handli í fiskavørum. Tær hava eisini fund annaðhvørt ár. FAO aðalskrivstovan hevur harumframt eina deild fyri fiskivinnu og aling, sum skipa fyri serfundum og ger frágreiðingar viðvíkjandi fiskivinnu eftir áheitan frá CoFi, umframt at fiskivinnudeildin annaðhvørt ár ger eina umfatandi støðulýsing av fiskivinnu og aling. IAEA. Altjóða kjarnorkustovnurin (stytt IAEA) er ein altjóða kjarnorkustovnur undir ST. Stovnurin arbeiðir í samstarvi við limalond og samstarvsfelagar kring heimin fyri at menna og tryggja kjarnorkutøkni og fyri at tryggja, at kjarnorka ikki verður nýtt til hernaðalig endamál. IAEA varð sett á stovn sum "Kjarnorka fyri Friði" í 1957. Felagsskapurin fekk eina heldur harða byrjan, tí stríðið millum heimsveldini USA og Sovjet var hart. Men eftir Kuba-kreppuna í 1962 byrjaðu stórveldini at samstarva, og IAEA kom veruliga ígongd. Seinastu árini hevur stovnurin verið nógv frammi, serliga í samband við eftirliti av Iran og Norðurkorea. Millumtjóða sáttmáli er gjørdur, sum bannar spjaðing av kjarnorkuvápnum. Sáttmálin staðfestir, at heimurin ikki skal hava fleiri lond við kjarnorkuvápnum, og at IAEA hevur loyvi at kanna førleikarnar í sáttmálalondunum. Pakistan, India og Ísrael hava higartil noktað at skriva undir sáttmálan, helst tí hesi londini hava kjarnorkuvápn. Norðurkorea var partur av sáttmálanum, men tók seg síðan burturúr í 1993, tá landið varð ákært fyri at menna kjarnorkuvápn. Norðurkorea, India og Pakistan hava víst á, at býtið millum lond, sum hava, og lond, sum ikki hava kjarnorkuvápn, ger at londini, sum hava kjarnorkuvápn, standa í eini hernaðarligari nógv sterkari støðu. Orrustan við Iran, snýr seg um sama grundleggjandi spurning, nevniliga rættin til at hava kjarnorkuvápn. Iranska stjórnin hevur fleiri ferðir víst á, at landið liggur í einum øki við trimum kjarnrokulondum, Ísrael, Pakistan og India og tí eisini metir seg hava rætt til at menna hesi vápn, sum ein part av iransku verjuni. IAEA arbeiðir í stóran mun við vitanarspjaðing á kjarnorkuøkinum, soleiðis at kjarnorka, sum orkuveitandi kelda verður ment og brúkt best møguligt. 2200 serfrøðingar eru knýttir at stovninum. Aðalmálið við at hjálpa triðjaheimslondum við burðadyggari kjarnorku er at tryggja, at kjarnorkan verður framleidd á skynsaman hátt. Kjarnorka verður av mongum mett at verða einasti veruliga orkukelda, sum kann nøkta tann tørv, sum heimurin hevur. Sagt verður, at orkan kann verða nýtt til at menna menningarlond og lyfta fólk úr fátækradømi, og hon kann eisini vera friðarskapandi, tí nógv kríggj snúgva seg um atgongd til orkukeldur. Harafturat dálkar kjarnorka ikki, um alt gongur eftir ætlan. Rúna á Heygum. Rúna á Heygum er ein føroysk songkvinna, sum hevur sungið á mongum konsertum og syngur við á fleiri føroyskum tónleikaútgávum. Hon er ein av limunum í tónleikabólkinum Terji og Føstufressar. Ein av sangunum, ið hon syngur við Terja og Føstufressum er "Á ferð inn í dreymaland" ("Hákunardrongurin"). Henda sangin framførdu Terji og Føstufressar á Summarfestivalinum í 2012. Á útgávuni Amnesty tónar frá 1991 syngur hon sangin Frælsisvónin saman við Karl Martin Samuelsen. Aðalskrivstovan í ST. Aðalskrivstovan (á enskum United Nations Secretariat) fevnir um øll tey, sum dagliga arbeiða fyri ST kring allan heimin. Á odda fyri umsitingini er Aðalskrivarin. Undir honum eru ráðskrivstovur við hvør sínum varaaðalskrivara. Sløk 9000 fólk starvast á Skrivstovuni, sum hevur høvuðssæti á Manhattan í New York. Aðalskrivarin hevur ein týðandi leiklut í arbeiðinum hjá ST at fáa frið í lag kring heimin, bæði sum einstaklingur og ígjøgnum tær nevndir og ráð, sum hann setir at kanna ósemjur og finna loysnir. Aðalskrivarin kunnar Trygdarráðið um hóttanir móti altjóða friði, og aðalskrivarin gongur ofta á odda fyri at fáa ST-lond at stuðla uppílegging í stríð. Til dømis heitti aðalskrivarin aftur og aftur á limalondini um at veita hermenn til stríðið í Ruanda í 1994, tó uttan úrslit. Kappingin um ST aðalskrivarasessin er hørð, og tað hevur víst seg at havt stóran týdning hjá ST-aðalskrivarum at hava góð viðurskifti við USA. Tveir teir fyrstu ST-aðalskrivararnir vóru úr Svøríki og Noregi, men í dag skiftir aðalskrivarasessurin aloftast millum heimspartar. Arabiska stavraðið. Arabiska stavraðið, skrivað á arabiskum við Al-Bayan skriftini Arabiska stavraðið (arabiskt mál: أَبْجَدِيَّة عَرَبِيَّة‎ ’abjadiyyah ‘arabiyyah) ella arabisk abjad er skriftskipan fyri tað arabiska málið. Tað er ment til júst tað arabiska málið og verður skrivað frá høgru til vinstru og hevur 28 bókstavir. Versjónir av alfabetinum eru grundarlag fyri fleiri onnur skriftmál á øðrum málum, eitt nú tað persiska alfabetið, og fleiri norðurafrikonsk mál sum t.d. somaliskt. Tey ymisku skapini. Í seinasta teiginum "Dømi um orð", eru dømini tikin úr norskum og enskum. Kinversk tekn. Orðið "Hàn Zì" sum týðir 'kinversk skrifttekn' skrivað við siðbundnum teknum (tey bæði til høgru) og við skrift sum er gjørd meira einføld (til vinstru) Kinversk skrifttekn (kinesisk) ella Hanzi (kinverskt mál: 漢字 einkult kinverskt: 汉字, pinyin: "Hànzì"; "Hàn-folksins skrifttekn", eisini rópt "sinogramm") er eitt sett á fleiri túsund fonetiskt-piktografiskum teknum, sum verða brúkt fyri at skriva á kinverskum, japonskum og koreanskum, og harumframt eldri sløg av vjetnamesiskum. Teknsettið er í Teivan, Suðurkorea, Norðurkorea og Japan kent sum ávikavist "hancha", "hanja", "hangul" og "kanji". Hvørt tekn sær stendur fyri eitt stavilsi. 30% av teknunum sum verða nýtt dagliga eru einstavilsisorð. Restin er fleirstaviliesorð har týdningurin av teknunum avhongur av, hvørjum tekni/teknum tað stendur saman við. Tey flestu orðini krevja tvey tekn fyri at kunna verða søgd. Umframt teir regionalu variantarnir, verður tað eisini skilt millum tvey sett av teknum, eitt "siðbundi" og eitt "einkult" sett, sum ofta hevur færri pennastrok pr. tekn. Tað siðbundnað settið verður í dag brúkt í Teivan og eisini í størri mun í Hongkong, meðan tað einkla settið av teknum alment er standard í meginlands-Kina, og hjá kinverjum, sum búgva í Singapor og Maleisia. Blóð. Blóð er flótandi vevnaður, sum fyllir blóðrenslið og flýtur gjøgnum kroppin. Blóðrenslið er hjarta, sum pumpar tað gjøgnum pulsæðrarnar (arteriur), tær hártunnu blóðæårarnar (kapillerini) og blóðæðrar (venur). Tann týdningarmiklasta uppgávan hjá blóðinum er at føra ilt og føðsluevni runt um allan kroppin til sellurnar og at fáa affalsevni burtur úr sellunum aftur. Eitt vaksið menniskja inniheldur 4-5 litrar av blóði. Við stórum skurðviðgerðum, har roknað verður við at sjúklingurin missur nógv blóð, ella til heilivág, sum hjálpir móti ávísum sjúkum, letur man sjúklingin fáa frískt blóð við blóðyvirføring. Til hetta endamálið verða blóðdonorar tappaðir fyri blóð við jøvnum tíðarbilum, har umleið ein hálvur litur verður tikin. Blóðið verður tó ikki givið í síni heild við blóðyvirføring, men verður býtt sundur í ymiskar komponentar (erythrosyttar, frískt fryst plasma, thrombosyttar), sum hvør í sínum lagi kann gevast til sjúklingar eftir teirra serstaka tørvi. Blóð hevur 25 billiónir reyð blóðlikam (erythrosyttar), 1,5 billiónir blóðplátir (thrombosyttar), 35 milliardir hvít blóðlikam (leukosyttar) og umleið 2½ litir plasma, sum inniheldur eina røð av ymiskum eggjahvítaevni (proteinir). Tað finst ein long røð av blóðtýpuskipanum, sum eru grundaðar á í hvussu stóran mun yvirflatuantigenini á erythrosyttunum fyrikoma. Millum tær týdningarmestu skipaninar er AB0 (har man býtir upp í fýra blóðflokkar: A, B, AB og 0 (null)) og Rhesus (har man skilur ímillum Rhesus-positiv og Rhesus-negativ). Barnarættindasáttmálin hjá ST. Føroyar staðfestu sáttmálan 1992. USA, Somalia og Suðursudan hava ikki staðfest sáttmálan. Barnarættindasáttmálin hjá ST (á enskum Convention on the Rights of the Child, stytt UNCRC) sigur at børn hava sjálvstøðug rættindi eins og vaksin og eiga at verða tikin við og hoyrd, tá ið avgerðir verða tiknar, sum ávirka tey og umstøður teirra. Barnarættindasáttmálin tekur harumframt støði í, at barndómurin hevur virði í sær sjálvum, at børnum tørvar vernd, og at børn hava grundleggjandi borgarlig, búskaparlig, politisk, sosial og mentanarlig rættindi. ST samtykti í 1959 "Yvirlýsing um barnarættindi". Í yvirlýsingini eru 10 greinir, ið skulu verja børn og tryggja teimum vælferð. Men ein yvirlýsing er ikki bindandi. Tí skeyt Pólland upp í 1979, altjóða barnaárið, at gerast skuldi ein altjóða "sáttmáli" um barnarættindi. Lond, ið góðkenna ein altjóða sáttmála, binda seg samstundis at halda hann. Tann 20. november 1989 samtykti aðalfundurin hjá ST altjóðasáttmálan um barnarættindi. Sáttmálin fekk gildi á heysti 1990, tá fleiri enn 20 lond høvdu staðfest hann.Føroya Løgting setti við kunngerð nr. 90 frá 7. oktober 1993 sáttmálan í gildi frá 11. mai 1993. Føroya Løgting setti við kunngerð nr. 90 frá 7. oktober 1993 sáttmálan í gildi frá 11. mai 1993. Nú hava fleiri enn 140 lond skrivað undir at halda tær 54 greinirnar í sáttmálanum. Yvirlýsingin. Um ein slíkur skilnaður er úrslit av eini gerð, ið er sett í verk av einum sáttmálalandi, so sum fongsling, útvísing, forvísing ella deyði (eisini deyði av einhvørjari orsøk, meðan persónurin er í varðveitslu landsins) av einum ella báðum foreldrum ella av barninum, skal sáttmálalandið eftir áheitan geva foreldrunum, barninum ella, um neyðugt, einum øðrum í familjuni, avgerandi upplýsingarnar um, hvar hesi eru, uttan so at hesar upplýsingar eru til skaða fyri trivnað barnsins. Sáttmálalondini skulu harumframt tryggja, at slík áheitan ikki í sjálvum sær hevur við sær skaðiligar avleiðingar fyri foreldrini ella barnið. Sáttmálalondini skulu, eftir andanum í altjóða samstarvinum, fremja umskifting av hóskandi kunning um fyribyrgjandi heilsurøkt og heiliráðsviðgerð, sálarfrøðiliga og funktionella viðgerð av brekaðum børnum, eisini spjaðing av og atgongd til kunning um ymiskar endurútbúgvingar, undirvísing og arbeiðsvegleiðing, til tess at gera tað gjørligt hjá sáttmálalondunum at betra um orku og vitan sína og at økja um sínar royndir á hesum økjum. Í hesum sambandi skulu serlig atlit takast at tørvinum hjá menningarlondunum. Sáttmálalondini skulu taka øll nøktandi atlit til tess at beina burtur øll siðbundin ritual, sum skaða heilsuna hjá børnum. Sáttmálalondini binda seg til at fremja og stuðla altjóða samstarvi við tí endamáli stigvíst at fáa fulla útinnan av teimum rættindum, sum eru ásett í hesi grein. Í hesum sambandi skulu takast serlig atlit at tørvinum hjá menningarlondunum. Sáttmálalondini skulu taka øll neyðug atlit til tess at tryggja, at uppihaldspeningur til barnið verður fingin frá foreldrunum ella øðrum, ið hava fíggjarliga ábyrgd av barninum, bæði innanlands og uttanlands. Serliga í teimum førum har tann, ið hevur fíggjarligu ábyrgdina av barninum, býr í einum øðrum landi enn barnið, skal sáttmálalandið taka undir við altjóða avtalum, ið eru gjørdar, ella gera slíkar avtalur, umframt at seta í verk aðrar hóskandi skipanir. Sáttmálalondini skulu taka øll neyðug atlit til tess at tryggja, at disiplinin í skúlanum verður fyrisitin soleiðis, at tign barnsins sum menniskja verður vird, og at hon er í samsvari við henda sáttmála. Sáttmálalondini skulu fremja og stuðla altjóða samstarvi um útbúgvingarmál, serliga við atliti at fáa burtur fávitsku og analfabetismu um allan heimin og lætta um atgongdina til vísindaliga og tøknifrøðiliga vitan og nýmótans undirvísingarhættir. Í hesum sambandi skulu serlig atlit takast at tørvinum hjá menningarlondunum. Eingin partur av hesi grein ella av grein 28 má verða tulkaður sum uppílegging í frælsið hjá einstaklingum ella felagsskapum at stovna og leiða undirvísingarstovnar. Atlit skulu tó altíð verða tikin at teimum meginreglum, sum eru ásettar í stk. 1 í hesi grein, umframt at atlit skulu verða tikin at krøvunum um, at undirvísing á slíkum stovnum skal lúka tey minstukrøv, ið eru ásett av landinum. frítíðarítriv, sum eru hóskandi fyri aldur barnsins, og til frítt at luttaka í mentanarliga og listarliga lívinum. Sáttmálalondini skulu virða og fremja barnsins rætt til fulla luttøku í mentanarliga og listarliga lívinum og skulu eggja til, at til taks eru hóskandi og eins hættir at útinna mentan, list, frítíð og rekreatión. Sáttmálalondini skulu fremja gerð av lógum og mannagongdum, og seta á stovn myndugleikar og stovnar, sum serliga eru ætlaðir børnum, ið eru undir illgruna fyri ella verða ákærd fyri ella verða mett sek í at hava framt brotsverk; heruppií serliga: 1) at áseta aldursmark, ið hevur við sær, at børn, ið eru yngri enn hetta, ikki verða mett før fyri at fremja brotsgerð; 2) at, har tað er hóskandi og ynskjandi, seta í verk fyriskipanir, ið taka hond um slík børn uttan at blanda uppí rættarstigini, treytað av, at mannarættindi og rættartrygdir verða vard á fullgóðan hátt; 3) Fyriskipanir, so sum umsorgan, vegleiðing og umsjón, ráðgeving, royndarleyslating, fostursavtalur, undirvísing og arbeiðskunnandi útbúgvingarskipanir og onnur alternativ til at verða sett í heim, skulu verða tøkar til tess at tryggja, at børn verða viðfarin á ein hátt, ið tænir teirra tørvi og er hóskandi bæði í mun til teirra persónligu viðurskifti og í mun til brotsverkið. Fyrsta valið til nevndina skal fara fram í seinasta lagi seks mánaðir eftir tann dag, hesin sáttmálin fær gildi og eftir hetta annaðhvørt ár. Í minsta lagi fýra mánaðir fyri dagfestingina av hvørjum vali skal ST-aðalskrivarin skrivliga heita á sáttmálalondini um at, innanfyri tveir mánaðir, at innstilla valevni til nevndina. Aðalskrivarin ger síðani eina alfabetiska skrá yvir øll innstillað valevni við viðmerking um tey sáttmálalond, ið hava innstillað tey, og sendir skráina til hini sáttmálalondini. Valið fer fram á fundum millum sáttmálalondini á ST høvuðsborgini, sum Aðalskrivarin kallar inn. Á hesum fundum, sum fyri at vera viðtøkuførir krevja luttøku av 2/3 av sáttmálalondunum, verða vald í nevndina tey fólk, ið fáa flestar atkvøður og avgjørdan meiriluta av atkvøðunum, ið verða givnar av teimum hjástøddu og av atkvøðugreiðandi umboðum fyri sáttmálalondini. Nevndarlimirnir verða valdir fyri fýra ár. Hesir kunnu verða afturvaldir um so er, at hesir verða innstillaðir av nýggjum. Nevndarskeiðið er tó bert tvey ár fyri fimm av nevndarlimunum, ið eru valdir á fyrsta vali. Beint eftir valið verða hesir fimm nevndarlimir valdir við lutakasti, ið fundarformaðurin skipar fyri. Um ein nevndarlimur doyr, sigur frá sær starv sítt ella boðar frá, at hann ella hon av aðrari orsøk ikki longur kann røkja skyldur sínar í nevndini, velur tað sáttmálalandið, sum innstillaði viðkomandi, tó treytað av nevndarinnar góðkenning, ein annan serfrøðing millum ríkisborgarar sínar at virka fyri ta tíð, ið er eftir av nevndarskeiðinum. Nevndin ásetur sjálv sína fundarskipan. Nevndin velur fólk at røkja síni álitisstørv í eitt tíðarskeið, ið er tvey ár. Fundir nevndarinnar verða vanliga hildnir á ST-høvuðsborgini ella á øðrum stað, sum nevndin ger av. Nevndin hittist vanliga eina ferð um árð. Longdin av nevndarfundunum verður ásett, og verður, um neyðugt, eftirkannað á einum fundi millum tey lond, ið luttaka í sáttmálanum, tó treytað av góðkenning frá ST-aðalfundinum. ST-aðalskrivarin letur í neyðugan mun starvsfólk og aðrar hentleikar vera til taks fyri nevndina, soleiðis at hendan á fullgóðan hátt kann útinna sítt starv eftir hesum sáttmála. Við góðkenning frá Aðalfundinum fáa limirnir í nevndini, ið er stovnað eftir hesum sáttmála, samsýning av tí fæi, ið Sameindu Tjóðir hava, eftir teimum umstøðum og treytum, sum Aðalfundurin avger. Nevndin sendir, tá hon metir tað vera hóskandi, allar frágreiðingar frá sáttmálalondunum, ið innihalda umbøn um ella vísa tørv á tøkniligari ráðgeving ella hjálp, umframt viðmerkingar og møgulig uppskot frá nevndini um slíka umbøn ella tørv, til serfelagsskapirnar, UNICEF ella aðrar málførar myndugleikar og stovnar. Nevndin kann heita á Aðalfundin um at biðja Aðalskrivaran, fyri nevndarinnar rokning, at kanna serlig evni viðvíkjandi rættindum barna. Nevndin kann seta fram uppskot og almenn viðmæli við støði í teimum upplýsingum, ið eru fingnar til vega eftir greinunum 40 og 45 í hesum sáttmála. Slík uppskot og almenn viðmæli verða send til eitt og hvørt viðkomandi sáttmálaland og verða fráboðað Aðalfundinum, saman við møguligum viðmerkingum frá sáttmálalondunum. Apopleksi. Mynd av einum parti av heilanum tikin undir CT-skanning. Pílurin vísir á eitt øki ið er rakt av infarkt eftir tilburð við apopleksi Apopleksi ("apoplexia cerebri", eisini kent sum slagtilburður, heilabløðing og blóðtøpp í heilan) er ein brádliga íkomin nevrologiskur skaði eftir antin ein blóðtøpp ella eina bløðing í heilanum. Diagnosan verður sett út frá einari kliniskari kanning, men tað er ikki møguligt at síggja antin talan er um ein blóðpropp ella eina heilabløðing útfrá tí klinisku kanningini. Sum ískoyti til ta klinisku kanningina, vil læknin næstan altíð velja at senda sjúklingin til eina CT-skanning ella MR-skanning. Endamálið við hesum skanningum er at stuðla diagnosuni, fyri at meta um útlitini og fyri at kunna útiloka aðrar sjúkur, eitt nú svullir, metastasir, subaraknoidal bløðing (SAH) og subduralt hematom (SDH). Man skilur ímillum apopleksi, har sjúkueyðkennini vara longri enn 24 tímar TCI (Transitorisk Cerebral Iskemi), har sjúkueyðkennini hvørva áðrenn 24 tímar eru farnir. Sjúkueyðkennini í tí akuttu fasuni hanga saman við hvat ella hvørji øki í heilanum ið eru rakt. Ofta snýr tað seg um niðursett vit, niðursetta kraft og føling í tí einu síðuni av kroppinum og kognitivt órógv, sum ávirkar málið, rúmfatanina og dagligdagsfunksjónir. Psykiskar broytingar og tunglyndi eru eisini vanlig. Í Danmark eru árliga umleið 10.000-12.000 nýggir tilburðir av apopleksi, sum harvið er ein av teimum størstu fólkasjúkunum í Danmark. Upp til 10 % av sjúklingunum doyggja innanfyri tann fyrsta mánaðin, og hjá teimum sum yvirliva, førir sjúkan ofta til avlamni í størri ella minni mun. Í Føroyum verða umleið 70 fólk um árið innløgd við apopleksi á Apopleksideildini á Landssjúkrahúsinum. Tað eru ikki øll, ið fáa apopleksitilburðir í Føroyum, ið verða innløgd á hesari deildini, og tí er talið eisini nakað hægdi enn 70. Heilafelagið metir, at talið á føroyingum, ið árliga verða rakt av apopleksi er umleið 100. Lútur. Ein lútur er eitt mýl ella ein ion, ið kann upptaka eina hydron sambært definisjónini hjá Brønsteds. Ein vatn-upploysn av lúti hevur eitt pH-virði á millum 7 og 14. Kopar. Koparskiva, sum er av 99,95% reinum kopari Kopar (latín: cuprum, uppkallað eftir Kýpros) er tað 29. frumevni í tí skeiðbundnu skipanini, og hevur tað evnafrøðiliga súmbolið Cu. Í sínum reina skapi sær hetta skiftismetalið út sum eitt skínandi metal við einum serstakum reydligum liti. Eginleikar. Kopar er rættiliga líkt silvuri og gulli, ið eins og kopar eru í bólki 11. Øll hesi metalini eru løtt at arbeiða við. Silvur. Silvur (latín: "argentum") er tað 47. frumevni í tí skeiðbundnu skipanini, og hevur tað evnafrøðiliga súmbolið Ag. Undir vanligum trýst- pg hitaviðurskiftum sær hetta skiftismetalið út sum eitt skínandi blankt hvítt metal. Robert Clotworthy. Robert Clotworthy er ein amerikanskur raddarleikari. Robert Clotworthy er best kendur sum frásøgufólkið í "Ancient Aliens" hjá History Channel og í leiklutinum sum Jim Raynor í "StarCraft", víðkanini ', og ' og '. Byrjanin av yrkisleiðini. Yrkisleiðin hjá Roberti sum raddarleikari byrjaði, tá hann var 15 ára gamal: "Pápi mín framleiddi útvarpslýsingar, og frá einum ungum aldri var eg við honum í upptøkuhølunum. Eg hitti summar av teimum bestu leikarunum (Jerry Stiller, Anne Meara, Mel Blanc, June Foray osfr.), og teir góvu mær íblástur." Leiklutur sum Jim Raynor í StarCraft. Robert leggur rødd til høvuðsleiklutin Jim Raynor í StarCraft-telduspølunum. Robert leikti Raynor fyrstu ferð í "StarCraft", har Raynor er ein av høvuðsleikarunum í søguni í spælinum. Hann var aftur Raynor í víðkanini '. Ein lesarakanning í GameSpot útnenvdi Raynor sum ein av teimum 10 bestu hetjunum í telduspølum, og GameSpot rósti serliga góðskuna í raddarleikinum hjá Roberti Clotworthy. Tólv ár eftir, at "StarCraft" kom út, var Robert Clotworthy aftur í leiklutinum sum Raynor í ' Søgan í "Wings of Liberty" leggur serligan dent á Terranarnar og serliga Raynor, sum í spælinum hevur høvuðsleiklutin. Eitt ummæli av "Wings of Liberty" á ITP.net gjørdi greitt, at Robert Clotworthy hevði leikt Raynor fullkomiliga, og Robert Clotworthy vann "GotY Awards 2010 – Best Voice Acting"-virðislønina hjá reactiontime.co.uk. Aðrir leiklutir. Robert Clotworthy hevur verið við í fleiri enn 100 filmum og sjónvarpsrøðum. Hann var "Kriminaltøkningur" í fýra pørtum av amerikonsku sjónvarpsrøðini "Hunter" frá áttatiárunum. Robert Clotworthy var frásøgufólkið í dokumentarunum ' and ', sum vórðu í uppskoti til eina Emmy-virðisløn. Robert Clotworthy var eisini frásøgufólk í sendingunum "Indiana Jones and the Ultimate Quest" og "Batman Unmasked: The Psychology of the Dark Knight". Robert Clotworthy er eisini kendur sum røddin á Marshall Law í bæði Tekken 5 og víðkanini. Búskapar- og Almannaráðið í ST. Búskapar- og almannamálaráðið í ST (á enskum "United Nations Economic and Social Council", stytt ECOSOC) umsitur fíggingina til undirstovnar í ST og virkar fyri at samskipa ítøkiliga arbeiðið, sum verður gjørt um allan heim. Høvuðsuppgávan hjá Búskapar- og Almannaráðnum er at samskipa tað búskaparliga og sosiala arbeiðið í ST høpi, bæði hjá ST sjálvum og hjá stovnum, sum hoyra til ST-familjuna. Ráðið hevur 54 limir, sum Aðalfundurin velur við støði í einum landafrøðiligum býti millum ymsar partar av heiminum. Limirnir verða valdir fyri trý ár í senn. Búskapar- og Almannaráðið hevur stóran týdning í Sameindu Tjóðum, hetta sæst millum annað í at virkisøkið hjá ráðnum fevnir um á leið 70 prosent av øllum starvsfólka- og fíggjarorku hjá ST stovninum. Omanfyri tvey túsund ikki-stjórnarfelagsskapir hava ráðgevandi støðu hjá Búskapar- og Almannráðnum. Ráðið samskipar fleiri av uppgávunum, sum stovnar knýttir at ST standa fyri, til dømis umhvørvisátøk, heilsuátøk og landbúnaðartiltøk. Sáttmálin um heimsarvin. a> frá 1972 er at verja mentanar‐ og náttúruarv, sum hevur einastandandi alheims virði fyri mannaættina við at verða settur upp á heimsarvslistan. a>i eru tilnevndir sum heimsarvur, lutvíst er orsøkin tann søguligi týdningurin og lutvíst landslagið. Frá 930 til 1798 kom Altingið saman á Tingvøllum. Heimsarvssáttmálin hjá UNESCO er góðkendur av 186 londum og harvið tann ST‐sáttmálin, ið flestir statir hava undirskrivað. Endamálið við sáttmálanum um heimsarvin er fyrst og fremst at vísa mentanar- og náttúruarv og at limalondini fara at arbeiða fyri at tryggja náttúru- og mentanarvirðini í lóggávuni. Málið er eisini at skapa eitt munadygt altjóða samstarv um at verja virðini til gleði og gangs fyri komandi ættarlið. UNESCO skilmarkar náttúru- og mentanararv vítt. Tað kunnu vera bygningar, náttúrufyribrigdi við jarðfrøðiligum, fagurfrøðiligum ella vísindaligum týdningi ella tað kunnu vera búøki hjá hóttum djóra- og plantusløgum. Mentanar‐ og náttúruarvur kunnu umfata minnismerki, bygningaverk, mentanarlandsløg og náttúruøki. Hann kann vera eitt bygningaverk, sum umboðar eitt týdningarmikið søguligt menningarstig, ella eitt náttúrufyribrigdi við einastandandi estetiskumella vísindaligumtýdning. Sambært skilmarking UNESCO kunnu virðini verða skapt av fólki, náttúruni ella í samanspæli millum náttúru og fólk. Tey støð, sum verða vald sum heimsins mentanar- og náttúruarvur, verða sett á listan hjá UNESCO yvir heimsarvin. Hvørt land, sum hevur tikið undir við sáttmálanum, hevur sjálvur ábyrgdina av at koma við nýggjum uppskotum til listan. Í nevndini fyri heimsarvin sita umboð fyri 21 av limalondunum, og henda nevnd skal góðkenna uppskot til støð ella náttúruminni, sum skulu setast á listan. Limalondini skulu sum grundarlag fyri avgerðunum hjá nevndini gera uppskot um møgulig evni til heimsarvsstøð innan fyri teirra umdømi, sum uppfylla nevndarinnar krøv um einastandandi alheims virði fyri mannaættina. Hetta yvirlit verður nevnt tentativlistin. Tað verður sett sum krav, at eitt stað skal vera upptikið á tentativlistan, áðrenn tað kann tilnevnastsumheimsarvsstað. Áðrenn nýggj uppskot verða viðgjørd av nevndini, skal gerast ein víðtøkin eftirmeting av teimum, og hesa eftirmeting gera serkønir NGO-ar - IUCN á náttúruøkinum og ICOMOS á mentanarøkinum. Efirmetingin skal tryggja, at krav sáttmálans um dygd, avmarking og umsiting eru nøtað. Upptøka á listan yvir heimsarvin er ikki ein vernd í sjálvum sær, men hevur tað fyritreyt, at viðkomandi land bindur seg til at varðveita virðini í einum langtíðarhøpi. Sætta hvørt ár skulu økini verða kannað fyri at veita, um tey eru minkað í virði, og um umsitingin skal tillagast. Ein upptøka á listan yvir heimsarvin verður fatað sum ein serliga tignarlig viðurkenning og hevur ofta við sær økta ferðafólkavitjan. Vitja fleiri ferðafólk, kann tað hava við sær økta inntøku, men samstundis kann ferðafólkið ávirka virðini á skaðiligan hátt, eitt nú við sliti. Tað er eitt krav, at limalondini eru varug við henda trupulleika, tá ið tey vísa á øki, sum tey gjarna vilja hava við á listan yvir heimsarvin. Norðurlond hava sett á stovn eina norðurlendska miðstøð (NWHF), sum skal styrkja felags átakið fyri at verja heimsins náttúru- og mentanararv. Stovnurin skal tryggja, at Norðurlond halda ásetingaarnar í sáttmálanum. NWHF samskipar norðurlendska átakið og arbeiðir saman við UNESCO um at stuðla tí parti av heiminum, sum er undirumboðaður á listanum yvir heimsarvin. Kaffi. Ein lítil koppur av kaffi Brendar kaffibønir av slagnum "Coffea arabica" Kaffi er ein drikkur, sum er gjørdur av kaffiplantuni. Bæði skal og fruktmassin verður tikin burtur, og bert kjarnin (steinurin), tað ið vit nevna bønin (fræðið), verður turkað, brent og malt. Fínleikin av kaffipulvurinum er skiftandi, alt eftir hvussu kaffi verður gjørt. Kaffi verður blandað á ymsan hátt við vatni og verður sum oftast drukkið heitt. Kaffiplantur verða dyrkaðar í meira enn 70 londum, fyrst og fremst tætt við Ekvator í Miðamerika, landsynningsasiu, Maldivunum og Afrika. Tá berini eru búnaði, verða kaffiberini plukkaði, viðgjørd og turkaði fyri at verja fræði inni í berinum. Fræðini verða síðan ristaði til ymisk stig, alt an uppá, hvønn smakk ið ein ynskir, áðrenn fræðini verða malin og bryggjaði til kaffi. Kaffi veksur har veðrið er soleiðis, at hitin ikki fer niður um 16 ºC í meðal kaldasta mánaðin, og ikki upp um 25 ºC í meðal heitasta mánaðin. Eisini er neyðugt við í minsta lagi 100 cm av regni um árið, men við reglubundnari turrtíð. Kaffi veksur so statt í tropunum, men nakað niðan frá strondini, tí annars verður ov heitt um summarið. Kaffiplantan er í veruleikanum eitt træ, men hon verður klipt niður til ein stóran runn. Fræið verður sáað í røðum, og tá ið plantan eftir hálvum øðrum ári hevur fest góðar røtur, verður hon flutt og sett niður í skugganum av hægri trøum. Fimm ára gomul byrjar hon vanliga at seta frukt. Kaffiberini búnast ikki øll í senn, og tí verður heystað nógvar ferðir eitt ávíst tíðarskeið. Kaffiberini verða annaðhvørt tikin við hond, ella eisini verða tey rist av greinunum niður á lørift, sum er breitt undir runnarnar. Síðan verða kaffiberini breidd út í sólina at turka. Breitt verður út yvir tey um náttina at verja tey móti døggi og regni. Eftir uml. trimum vikum eru tey nóg turr. Tornaða fruktkjøtið verður tikið uttanav við maskinu, og bønirnar verða reinsaðar og fyltar í sekkir. Kaffið er greitt til útflutnings. Áðrenn kaffið kann verða nýtt, skal tað brennast, men tað verður vanliga gjørt í kaffibrennivirkjum í keyparalondunum. Mestu kaffiframleiðaraøkini eru Brasil, Vjetnam, Indonesia, Kolumbia og Etiopia. Canberra. Canberra er felagshøvuðsstaður í Avstralia. Canberra er bygdur 300 km sunnan fyri Sydney á einum sera vøkrum og veðurgóðum stað uppi millum Bláu Fjøllini. Í Canberra heldur felagsstjórnin til; har eru stór gistihús, universitet og aðrir stórir og prýðiligir mentaskúlar, men eingi ídnaðarvirki. Alice Springs. Alice Springs er oasubýur mitt inni í landinum í Avstralia. Alice Springs er ímillum teir býir í Northern Territory, sum vaksa skjótast, hóast hann er mítt í oyðimørkini. Fólkatalið var 3000 í 1960, í 2013 búðu 25,186 fólk har. Alice Springs er nærmasti býur til Uluru, sum er eitt World Natural Heritage Site (heimsarvur) hjá UNESCO. Auschwitz. Av øllum týningarlegum, sum nasistarnir bygdu, var ein størri enn aðrar – Auschwitz, har suðuri í Póllandi. Auschwitz var er ein týningarlegur í Suðurpóllandi. Tað er enn til og er ein partur av UNESCO-heimsarvinum. Auschwitz rúmaði 135.000 fangum á sumri 1944. 1,1 mió. doyðu í leguni. Av hesum vóru 960.000 jødar, 140.000 póllendingar, 23.000 sigoynarar, umframt mangir aðrir minnilutar. Nasistarnar vóru eisini eftir fólki úr mongum øðrum bólkum, sum t.d. sovjetiskir krígsfangar, alment serbiskt fólk, samkynd, folk við breki, Jehova Vitni og aðrir politiskir og religiøsir flokkar. Viðurskiftini í legunum vóru ræðulig. Nasistarnir drópu menniskju á nógvar ymiskar hættir. Fleiri vórðu noydd til at arbeiða seg til deyða, onnur vórðu skotin, men tann allar ræðuligasti hópdrápshátturin var at gassa fólk til deyða. Fangarnir vórðu beindir inn í stór skiftingarrúm, har teir skuldu lata seg úr øllum og so halda fram inn í "brúsurúmið". Har vóru brúsumunnstykki undir loftinum, men tað kom ikki vatn úr teimum. Í staðin vórðu hurðarnar læstar, og so varð gass latið gjøgnum brúsurnar, Zyklon B (vætucyanid), sum spakuliga kvaldi innilæstu menniskjuni. Hurðarnar vórðu latnar upp aftur, og aðrir fangar í leguni tóku líkini. Ringar og prýði vórðu tikin av, og gulltenn og gullfyllingar vórðu trektar út. Hárið á kvinnunum varð brúkt til at gera klæði burturúr. Klæði og annað, sum lá eftir í skiftingarrúminum, varð rænt fyri alt, sum hevði nakað virði. Stórir salar vórðu fyltir við kuffertum, taskum, brillum, handilstonnum og gjørdum limum, sum nasistarnir stjólu frá teimum deyðu. Tey, sum ikki vórðu leidd beinleiðis inn í “brúsurúmið” og deyðan, fingu eitt stutt lív í hesum helviti av eini legu. Tvíburar, sum komu til Auschwitz, kundu enda hjá læknanum Josef Mengele. Hann gjørdi royndir við fangunum. Til dømis seymaði hann tvíburar saman, so at teir fingu sama blóðrensl. Tann 27. januar 1945 kom Reyði herurin hjá Sovjetsamveldinum til týningarleguna og setti jødarnar har í frælsi. Ormur reyði. "Ormur reyði" (svenskt: "Röde Orm") er ein skaldsøga, sum svenski rithøvundurin Frans G. Bengtsson skrivaði, og sum kom út fyrstu ferð í tveimum pørtum í 1941 og 1945. Søgan gongur fyri seg í víkingaøldini. Bjarni Niclasen týddi til føroyskt í 1978-1980. Jarn. Jarn (Fe) er heitið á tí 26. frumevninum í tí skeiðbundnu skipanini. Jarn er eitt metal. Tey fyrstu tekinini um nýtslu av jarni eru frá umleið ár 4000 f.Kr. hjá sumerum og egyptum. Jarn verður útvunnið úr málmi. Jarn er tað metal, sum mest verður nýtt. Jarn er nógv nýtt, eit nú til lutir í bilmotorum og til sigulmagn. Jarnpetti detta niður á jørðina sum loftsteinar úr rúmdini. Men jarnið, vit nýta, fáa vit úr jarnmálmi, sum verður høgdur í fjøllunum. Mannakroppurin krevur jarn í teimum reyðu blóðkroppunum, so at góður kostur er til dømis grønmeti ella livur, sum jarn er í. Hittitarnir í Turkalandi gjørdu jarn longu 1500 f.Kr. Tað var inngangurin til jarnøldina. Jarn verður brætt úr jarnmálmi í ovurstórum háovnum. Onnur metal kunnu verða blandað upp í stálið at fáa fram ávísar eginleikar. Stál verður gjørt úr jarni, sum er av vanligastu frúmevnum á jørðini, og kolevni (karboni), ið fæst burtur úr koli. Stál verður brúkt til mangt og hvat, til ovurstór tangaskip og brýr, elalítlar skrúvur og møtrikkar. Í øllum heiminum verða gjørd um 680 mió tons av stáli um árið. Jarn og stál, sum er úti, rustar. Serliga herviligt er tað, kemur sjógvur ella saltvatn at. Rustur er reyðbrún sambinding millum jarn og súrevni. Rustur fær jarn at vikna, so tað at enda verður dust. CESCR. ST nevndin fyri búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi (á enskum "Committee on Economic, Social and Cultural Rights", stytt CESCR) hevur til uppgávu at kanna, hvussu ST limalondini halda seg til skyldurnar í CESCR sáttmálanum. Í sáttmálanum binda londini seg til at tryggja sínum borgarum rættindi til arbeiði, heilsu, útbúgving og nøktandi liviumstøður. Sáttmálin er frá 1966 og kom í gildi fyri Føroyar í 1972. Flamma. Flamma er ein føroyskur popp tónleikabólkur, mannaður av trimum kvinnum: Laila Carlsen, Ann Chanett Danielsen og Malan Eyðunsdóttir. Tað var í 2013, at bólkurin fekk nýggja navnið Flamma, men tær tríggjar hava fyrr mannað bólkin Divaz, tó er Ann Chanett Danielsen nýggj í bólkinum, tað var Anna Maria Olsen, ið var við í bólkinum Divaz frá byrjan, saman við Lailu og Maluni. Tað eru nøkur ár síðan tær byrjaðu, ein av fyrstu ferðunum, ið Divaz framførdu alment saman var til Syng við á Sandi. Tær valdu at broyta navnið síðst í mai 2013, áðrenn tær fóru í holt við at geva út nýggjan tónleik, navnabroytingin kom samstundis sum fyrsta staklagið varð útgivið á Soundcloud, tað var í mai 2013, lagið hevur heitið "CityLights". Ætlanin er so at geva út eina fløgu einaferð á sumri 2013. Kristoffer Mørkøre framleiðir fyrstu fløguna. Í apríl og mai 2013, áðrenn tær høvdu skift navn, vóru tær á tónleikarundferð í Føroyum. Saman við teimum trimum vóru tónleikararnir Jóhan Ziskason, Kristoffer Mørkøre og Henning Hjalt Nicodemussen. Á konsertunum sungu tær coverløg, sum tær eisini høvdu gjørt tá tær byrjaðu at syngja saman. Á tónleikaútgávuni verða tað tó nýggj løg. Divaz framførdu føroyska tjóðsangin áðrenn steypafinaluna millum Streym og Víking í 2012 á Tórsvølli. Dánjal á Neystabø. Dánjal Dam á Neystabø (føddur 1979) er ein føroyskur tónleikari, sangari, tónasmiður og sjónleikari. Hann er eitt nú kendur sum ein av tónleikarunum í norðurlendska tónleikabólkinum Dánjal og í Føroyum er hann serliga kendur fyri Ævintýraferðirnar, sum hann hevur framført fyri børnum saman við Búa Dam í fleiri ár, teir hava eisini útgivið fleiri fløgur í sambandi við Ævintýraferðirnar. Teir hava framført fleiri skemtiligar sangir sum t.d. "Grækaris Grashøvd" og Snedigt, sum hava verið nógv spældir í Føroyum. Dánjal er fyrrverandi limur í føroyska tónleikabólkinum Tangz, sum gjørdist nummar trý til Prix Føroyar í 2001. Dánjal er sonur Helenu Dam á Neystabø, fyrrverandi mentamálaráðharra. Tónleikabólkurin Dánjal. Í juni 2012 gav orkestur hansara Dánjal út fløguna The Bubble, ið fekk fimm tilnevningar á Danish Music Awards Folk, sum varð hildið í november 2012. Bólkurin fekk eisini eina tilnevning á Danish Music Awards World 2012. Í 2013 hevur bólkurin Dánjal ferðast runt og spælt á festivalum í Noregi, Svøríki, Kekkia og í Danmark. Tey í Bólkinum Dánjal fara eisini at framføra á G! í 2013. Tey sum manna oekestrið Dánjal eru úr Føroyum, Damnark, Svøríki og Finnlandi, tey eru: Dánjal á Neystabø, Kim Nyberg, Annika Jessen, Sidse Holte, Stephan Sieben, Erik Olevik og Ulrik Brohuus. Eftir ætlan kemur út ein nýggj fløga í oktober 2013. Tey hava útgivið staklag av komandi fløguni, sum verður nevnt "Raindrops". Louis Armstrong. Louis Armstrong (4. august 1901 – 6. juli 1971) var ein amerikanskur jazztónleikari, trompetistur og sangari. Armstrong – ella "Satchmo", sum hann eisini er kendur sum - ein møguliga tann kendasti av øllum jazztónleikarum, og sjálvt um djassur longu í 1940'num tók ein vend burtur frá stílinum hjá Armstrong, so hevur hann til allar tíðir verið høgt í metum millum tónleikarar. Upptøkur hansara frá 1920'erne høvdu stóra ávirkan á menningina av djassinum og verður enn í dag sæddar sum nakað av tí besta djassinum, ið nakrantíð er innspælt. Hansara duettir við Ellu Fitzgerald eru klassikarar, og í 1968, tá trupulleikar við heilsuni nærum hevði støðga hansara lívsleið sum djasstónleikari, fekk hann stóra sukse við sanginum "What a Wonderful World". Hesin sangurin kann neyvan kallast jazzur, men er sera eyðkendur Armstrong-sangur við hansara positiva og optimistiska lyndi. Lívssøga. Louis meinti sjálvur, at føðingardagur hansara var 4. juli 1900. Ikki fyrr enn 12 ár eftir deyða hansara, møtti rithøvundurin Gary Giddins (sum eitt nú hevur skrivað bøkur um Bing Crosby og Charlie Parker) í síni leitan eftir rótum Armstrongs, ein prest í einari grannasókn, sum vísti honum, at tað í tí lokalu kirkjubókini var nevndur ein Louis Armstrong, sum var føddur 4. august 1901. Tað vísti seg, at lítli Louis var skrásettur í sóknarkirkjuni hjá arbeiðsgevaranum hjá mammu hansara. Hesin upplýsingur kom við í bók Giddins, sum hevur heitið "Satchmo – the Genius of Louis Armstrong" og kom út í 1988. Dagurin 4. august 1901 hevur líka síðan verið góðtikin av Armstrong-granskarum, sum føðingardagurin hjá Louis Armstrong. Kalmar. Kalmar er ein býur í Kalmar kommuna í Kalmar län Svøríki. Býurin hevur umleið 36 962 íbúgvar (2010). Karlsborg. Karlsborg er ein býur í Västra Götalands län í Karlsborgs kommunu í Svøríki. Býurin er fyrisitingarbýur í Karlsborgs kommunu og hevði 3.551 íbúgvar í 2010. Karlsborg liggur tætt við vestaru síðuna av vatninum Vättern og er kent fyri Karlsborg skansan sum varð bygdur í árunum 1819-1909. Býurin varð stovnaður og grundaði sín vøkstur á bygningsarbeiðsmenninir sum bygdu skansan í 1800-talinum. Skansin varð roknaður til at virka sum eyka høvuðsstaður í Svøríki í kríggsstøðu, við plássi til eitt nú ríkisdagin, stjórnina, valutagoymslu og kongshúsið. Filipstad. Filipstad er ein býur í Filipstads kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 6 022 í 2010, í Føroyum verður ein býur á hesi stødd nevndur býur, men í Svøríki gongur markið vanliga við 10 000 fólk, áðrenn ein býur kann kallast býur (stad). Av søguligum ávum verður Filipstad tó nevndur býur í Svøríki. Býurin liggur í eystara Värmlandi og er fyrisitingarligur miðdepil í Filipstads kommunu í Värmlands län. Býurin liggur í einum dali millum vøtnini Lersjön og Daglösen. Millum hesi bæði vøtnini rennur áin Skillerälven, sum rennur gjøgnum miðbýin í Filipstad. Filipstad fekk síni býarrættindi hin 6. apríl 1611 og er eftir Karlstad og Kristinehamn triðelsti býur í Värmlandi. Býurin er uppkallaður eftir Karl Filip, sum var sonur Karl 9. av Svøríki og beiggi Gustav 2. Adolf av Svøríki. Líka síðan 1300-talið er tað siðvenja innan jarn- og námsvinnu, sum eisini er orsøkin til at økið bleiv bygt. Í økinum var stórt náttúruríkidømi, og tá námsvinnan var í hæddini fyrst í 1700-talinum, øktist fólkatalið í Filipstad munandi. Í 1694 misti Filipstad síni býarrættindi eftir ein brand, og ikki fyrr enn í 1835 fekk býurin aftur hesi framíhjárættindini. Eftir tað vaks býurin støðugt, eitt nú orsakað av at fleiri fyritøkur og stovnar komu til býin. Filipstads Bergsskola, sum er til enn í dag, er ein av hesum stovnum. Í Filipstad liggur størsta knekkibreyðfabrikkurin Wasa og eisini chipsfabrikkurin OLW. Skara. Skara er ein býur í Skara kommunu í Svøríki. Býurin hoyrir til Västra Götalands län og liggur í Västergötland. Býurin er umsitingarligur miðdepil fyri Skara kommunu. Í 2005 búðu 10.963 íbúgvar í býnum. Býurin hevur umleið 10 841 íbúgvar (2010). Skara er ein av elstu býum Svøríkis, og dómkirkjan verður mett at vera frá umleið ár 1000. Hildið verður, at tað var her at Noregs biskupur Jon Raude fjaldi seg, tá ið hann í 1282 varð vístur av landinum av Erik Præstehader, kongi. Wolfgang Amadeus Mozart. Málningur av Mozart, málaður eftir deyða hansara. Wolfgang Amadeus Mozart, doyptur "Johannes Chrysostomus Wolfgangus Theophilus Mozart", (27. januar 1756 í Salzburg – 5. desember 1791 í Wien) var ein eysturríkskur tónasmiður. Hann verður vanliga viðurkendur sum ein av størstu tónasmiðunum innan klassiskan tónleik. Hann er ein av meistarunum av wienarklassikkinum og ein av teimum best dámdu tónasmiðunum nakrantíð. Sjálvt um hann doyði bert 35 ára gamal, var hansara lívsverk sera stórt í vavi, og fevndi um øll tónleikasløg, ið vóru vanlig tá í tíðini: operair, ballettónleikur, symfoniir, solokonsertir (fyri klaver, violin og bratsch, valdhorn, tvørfloytu, klarinet og obo), messur, lied, strúkarakvartettir, sonatur og nógvur annar kamartónleikur. Øll verk Mozarts eru blivin bólkað av Ludwig von Köchel í KV ("Köchel-V'"erzeichnis"). Hvørt verk er skrásett við KV-skrásetingarnummar. T.d. stendur KV 525 fyri "Eine kleine Nachtmusik". Mozart var eins og systir hansara Maria Anna Mozart eitt satt undurbarn. Hann spældi cembalo frá hann var trý ára gamal og fór longu at komponera løg, tá hann var fimm ára gamal. Seinni spældi hann eisini klaver og violin. Gøtudanskt. Gøtudanskt er málið sum føroyingar tosa, tá ið teir tosa danskt við eyðkendum føroyskum dámi. Tað sigst, at ein lærari úr Gøtu, hann livdi frá 1850 til 1930, tosaði eitt serligt litað danskt við einari rúgvu av føroyskum. Tað sigst, at lærarin tosaði hetta danska allastaðni, hagar hann fór, og soleiðis kann hugtakið hava spjatt seg. Kanska passar hetta. Kanska er hetta upprunin til hugtakið gøtudanskt, altso, at tað er bygdin Gøta, sum navnið sipar til; tó er eisini møguligt, at talan snøgt sagt er um navnorðið gøta, altso "gadedansk". Hetta er ikki standarddanskt, men eitt mál við sínum egnu reglum. Tað er úrslitið av teirri føroysku-donsku tvímælisstøðuni. Anna Frank dagbókin. Dagbókin hjá Onnu Frank er millum mest lisnu bøkur í Vesturheiminum eftir Seinna heimsbardaga. Hetta er bók um trettan ára gomlu Annu, sum saman við familju sínari goymdi seg á einum lofti undan týskarunum undir Seinna heimsbardaga. Trettan ára gamla Anna Frank og familja hennara goyma seg fyri nasistunum. Í tvey ár kundi hon ikki fara út, renna, rópa ella flenna. Í staðin skrivaði hon um tankar og kenslur sínar í dagbók, sum nú er kend um allan heim. Bókin er skrivað eftir vegleiðing frá Evu Schloss, sum yvirlivdi arbeiðslegurnar og gjørdist fostursystir Annu Frank. Anna er helst kendasta offur fyri Holocaust. Dagbók hennara er lisin av milliónum um allan heim og er ein ímyndin av jødaforfylging og týning undir Seinna heimsbardaga. Søgugongd. Anna Frank skrivar í fyrstuni um seg sjálva sum eina væl umtókta gentu, um góðar vinkonur og troyttandi dreingir. Hon fortelur um flokkin, hon gongur í, dreingirnar og genturnar, vinkonurnar og systrina, Margot. Um tryggu tilveruna, hóast allar tær strongu lógirnar, ið vórðu settar í gildi fyri jødar - líka til Margot 8. juli 1942 fær boð um at møta hjá SS. Yvir háls og herðar rýma tey og fjala seg í Bakhúsinum í Amsterdam, har pápin arbeiðir. Anna er 13 ár, tá ið vit hitta hana, og hon er 15, tá ið hon sigur farvæl. Hetta tíðarskeiðið fylgja vit einari gentu, ið búnast og gerst sjálvstøðug. Hon sigur frá sínum loyniligastu hugsanum, og vit lesa um, hvussu illa hon situr um sátt við mammuna, um gerandisdagin í Bakhúsinum, um hennara dreymar og kynsligu menning. Seinasta hálva árið eru hon og Petur væl, og bæði fáa tey roynt kærleikan. Um várið 1944 droymdi Anna um, at hon skuldi geva út eina bók, tá ið kríggið var av. Hon ætlaði, at dagbókin, sum hon skrivaði frá 12. juni 1942 til 1. august 1944, skuldi vera støðið undir bókini. Men 4. august 1944 kom ein SS-heryvirmaður og tríggir hálendskir hjálparmenn frá "Grüne Polizei" og handtóku hana og hinar jødarnar, sum fjaldu seg saman í Bakhúsinum. Onkur hevði svikið tey. Sama dag bjargaðu hjálparfólk teirra øllum, ið Anna hevði skrivað. Anna Frank doyði í týningarleguni Bergen-Belsen í februar ella mars 1945. Eitt tað seinasta, hon skrivaði í dagbókina, var: "Eg vil liva, eftir at eg eri deyð". 1873. 1873 (MDCCCLXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1874. 1874 (MDCCCLXXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1875. 1875 (MDCCCLXXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Victoria drotning. Victoria (Alexandrina Victoria; 24. mai 1819 – 22. januar 1901) var drotning av tí Sameinda Kongaríki Stórabretland og Írland frá 20. juni 1837 og tann fyrsta keisarinnan av India frá 1. mai 1876 til sín deyðadag. Regeringstíð hennara sum drotning vardi í 63 ár og 7 mánaðir, og er longri enn hjá nøkrum øðrum bretskum monarki. Hon er tann higartil longststrýrandi kvinnuligi monarkurin í søguni. Alt tíðarskeiðið meðan hon stýrdi verður nevnt Victorianska tíðin. Hetta tíðarskeiðið var eyðkent av ídnaðarligum, politiskum, vísundaligum og hernaðarligum framburði í tí Sameinda Kongaríki Stórabretland og Írland. Tá Victoria tók við trúnuni, var tað Sameinda Kongaríki longu sett á stovn sum eitt konstitutionelt monarki: regenturin hevði avmarkaða poliska ávirkan og framdi hana eftir ráðum frá forsætisráðharranum. Men hon var eitt týdningarmikið súmbol fyri sína tíð. Victoriutíðin er sermerkt við einari stórari øking av tí bretska imperinum; í tíðarskeiðnum náddi tað sítt hæddarpunkt, og gjørdist tann størsta globala stórmaktin yvirhøvur. Victoria, sum stórt sæð var av týskari ætt, var dóttir Prins Edward Augustus, hertogi av Kent og prinsessu Victoriu av Sachsen-Coburg-Saalfeld, abbadóttir George 3. og bróðirdóttir Vilhelm 4., sum stýrdi áðrenn hana Hon fyriskipaði hjúnalag fyri tey nýggju børn hennara og 42 ommubørn yvir alt kontinentið. Tað bant Evropa saman og gav henni eykanavnið "Omma Evropu". Hon var tann seinasti bretski monarkurin frá Hannover Húsinum; sonur hennara Kong Edvard 7. hoyrdi til Sachsen-Coburg-Gotha Húsið. UEFA Europa League. UEFA Europa League (á føroyskum eisini nevnd Evropaligan) er ein fótbóltskapping fyri evropeisk feløg, sum er fyriskipað av tí evropeiska fótbóltssambandinum UEFA. Tað er tann næst týdningarmesta kappingin fyri evropeisk feløg, næst eftir Champions League. Kappingin var kend sum UEFA Cup áðrenn juni 2009, samstundis var kappingarbygnaðurin broyttur frá 2009/2010-sesongini. Europa League og UEFA Cup verða sæð sum sama kapping, har navnabroytingin bert er eitt nýskapandi brand. Kappingin byrjaði í 1971 og kom í staðin fyri Inter-Cities Fairs Cup, sum varð stovnað hin 18. apríl 1955. Fyrsta liðið, ið vann kappingina var Tottenham Hotspur. Í 1999 var UEFA Cup Winners' Cup afskaffað og lagt saman við UEFA Cup. Frá 2005/6 var innført eitt bólkaspæl, áðrenn liðini skuldu fara víðari til "knock-out-støðið". Við navnabroytingini í 2009 varð Intertoto Cup innlimað í kappingina, og tað førdi tað við sær, at fleiri lið skuldu luttaka í kappingini, samstundis sum bólkaspælið var víðkað og kvalifikasjónskrøvini vóru broytt. Chelsea F.C. eru verandi meistarar frá 2013. Føroyar í Evropaliguni. Føroyar hava luttið í Europa League í fleiri ár. Í 2013 luttóku fýra føroysk feløg: Streymur og Víkingur, sum bæði megnaðu at koma víðari eftir 1. rundu, og HB og ÍF, sum ikki komu víðari. 1876. 1876 (MDCCCLXXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1867. 1867 (MDCCCLXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi 1868. 1868 (MDCCCLXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum mikudegi. Instituto Federal da Bahia. Instituto Federal da Bahia í Brasil varð sett á stovn í 1910 og er ein lærdur háskúli í Bahia, Brasil. 1869. 1869 (MDCCCLXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1870. 1870 (MDCCCLXX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1864. 1864 (MDCCCLXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1863. 1863 (MDCCCLXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1862. 1862 (MDCCCLXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1861. 1861 (MDCCCLXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1860. 1860 (MDCCCLX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1858. 1858 (MDCCCLVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1859. 1859 (MDCCCLIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1856. 1856 (MDCCCLVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum 1855. 1855 (MDCCCLV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1854. 1854 (MDCCCLIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1852. 1852 (MDCCCLII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum 1851. 1851 (MDCCCLI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1850. 1850 (MDCCCL) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1848. 1848 (MDCCCXLVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum 1847. 1847 (MDCCCXLVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1846. 1846 (MDCCCXLVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1845. 1845 (MDCCCXLV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1844. 1844 (MDCCCXLIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum 1843. 1843 (MDCCCXLIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1842. 1842 (MDCCCXLII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1841. 1841 (MDCCCXLI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1840. 1840 (MDCCCXL) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum 1830. 1830 (MDCCCXXX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1831. 1831 (MDCCCXXXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1832. 1832 (MDCCCXXXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1833. 1833 (MDCCCXXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1834. 1834 (MDCCCXXXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1835. 1835 (MDCCCXXXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1836. 1836 (MDCCCXXXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum 1837. 1837 (MDCCCXXXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1838. 1838 (MDCCCXXXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1829. 1829 (MDCCCXXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1828. 1828 (MDCCCXXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1827. 1827 (MDCCCXXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1826. 1826 (MDCCCXXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1825. 1825 (MDCCCXXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1824. 1824 (MDCCCXXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1823. 1823 (MDCCCXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1822. 1822 (MDCCCXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1821. 1821 (MDCCCXXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1820. 1820 (MDCCCXX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1819. 1819 (MDCCCXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. Føroyar á Oyggjaleikum 2013. Føroyar luttóku á Oyggjaleikum 2013 við 100 ítróttarfólkum, sum kappaðust í 11 ítróttargreinum: badminton, beach volley, fimleiki, flogbólti, fjallasúkkling, frælsum ítrótti, golf, skjóting, súkkling, tennis og triatlon. Føroyska ferðaliðið fór til Bermuda við Atlantic Airways, sum millumlendi í Íslandi og í Kanada á veg yvir. Føroyar endaði á 7. plássi við 10 gull, 12 silvur og 14 bronsu heiðursmerkjum. Vanliga vinnur Føroyar nógv heiðursmerki innan ítróttargreinar sum svimjing og bogaskjóting, men hesaferð vóru ongi umboð við frá Føroyum í hesum ítróttargreinum. Vannlukka eftir heimkomuna. Ferðaliðið úr Føroyum, sum var á Oyggjaleikunum á Bermuda, kom heim aftur til Føroya sunnumorgun 21. juli 2013. Á veg til Havnar hendi ein syrgilig ferðsluvanlukka, tá ein hýruvognur fór út av vegnum á Sandavágshálsi, og allir tríggir menninir ið vóru við bilinum lótu lív. Teir tríggir vóru: Hýruvognsførarin Hans Mortensen, formaðurin í Badmintonsambandi Føroya og stjóri á Vinnuháskúlanum Vilhjálmur Gregoriussen og Høgni Carlsson, sum var virkin innan bandminton í Føroyum og var við sum leiðari á ferðini. Hann var eisini pápi badmintonleikararnar Rannvá Djurhuus Carlsson og Brynhild Carlsson. Skiathos. Skiathos (Σκιάθος) er ein griksk oyggj í Egearahavinum, sum er ein av oyggjunum í oyggjabólkinum, sum nevnist Sporadurnar. Skiathos er 64 km², í 2010 var fólkatalið á oynni 5.788. Høvuðsbýurin eitur Skiathos eins og oyggin. Oyggin hevur ein flogvøll, sum eitur Alexandros Papadiamantis Airport, flogvøllurin eitur eftir rithøvundanum Alexandros Papadiamantis (1851–1911), sum var frá oynni. Ferðafólk sum ynskja at sigla til oynna, taka eina ferju frá Volos ella Thessaloniki á meginlandinum ella frá oynni Skopelos. Didier Drogba. Didier Yves Drogba Tébily (føddur 11. mars 1978) er ein fótbóltsleikari av Fílabeinsstrondini, sum spælir fyri Chelsea F.C. og A-landsliðið hjá Fílabeinsstrondini. Lutheranisma. Lutheranisman er ein kristin trúgv, sum er ein grein av protestantismuni. Lutheranisman er størsti trúarbólkur í Skandinavia, Týsklandi og Dakota í USA og er høvuðstrúgvin í m.a. Svøríki, Noregi, Íslandi og Finnlandi. Fólkakirkjan í Føroyum er eisini evangelisk-luthersk. Lutheranisma byggir á læru Martin Luther. Hann innførdi hesa nýggju læru tíðliga í 16. øld í Týsk-rómverska ríkinum, talan var um eina endurnýggjan og broyting av tí katólsku trúnni. Evangelisk-lutherska trúgvin breiddi seg til fleiri lond í 16. øld, og varð hetta tíðarskeiði seinni nevnt Reformasjónin. Tað eru fleiri ymiskir trúarbólkar innan kristindómin, og er Luteranisman ein teirra. Av teimum umleið 2 milliardir kristnu í heiminum eru umleið 70 milliónir av teimum lutheranarir. Øssur Debes Eiriksfoss. Øssur Debes Eiriksfoss er ein føroyskur ítróttamaður, sum íðkar fimleik og frælsan ítrótt, hann er á føroyska fimleika landsliðnum og á føroyska landsliðnum í frælsum ítrótti. Øssur býr í Danmark í løtuni (2013) og íðkar har við Sparta AM. Hann vann flest heiðursmerki fyri Føroyar á Oyggjaleikum 2013 á Bermuda. Hann vann 9 heiðursmerki í alt, 3 gull og 6 silvur, 7 heiðursmerki vóru í fimleiki og tvey í frælsum ítrótti. Northern European Championships 2013. Øssur vann eitt silvur heiðursmerki í Norðurevropeisku kappingini í fimleiki, sum var hildin í november 2013 í Norður Írlandi. Hettar er fyrsta heiðursmerki Føroyar hava vunni til NEC. HM 2013. Í august 2013 kvalifiseraði Øssur Debes Eiriksfoss seg til HM í amboðsfimleiki, tað var í lopi um hest, hann skal umboða Danmark. Hann er fyrsti føroyski fimleikari sum hevur megna at kvalifisera seg til HM í fimleiki. EM 2013. Øssur var ein av fimm fimleikarum, sum var valdur út til at umboða Danmark til EM í Moskva. DM 2013. Í mars 2013 vann Øssur sítt fyrsta danmarksmeistaraheitið, tá hann vann gull í lopi yvir um hest. Hann fekk 14.35 stig, meðan nr. 2 fekk 13,60 stig. Magni Mohr. Magni Mohr er ein føroyskur granskari og rithøvundur. Hann er ítróttarfrøðingur, útbúgvin ph.d. í ítróttarfysiologi (exercise physiologi) á Exeter University í Onglandi, har hann eisini er settur í starv sum seniorgranskari. Hann hevur eisini starvast á Københavns Universitet sum granskari í fleiri ár. Hann hevur verið knýttur at venjaratoyminum hjá Juventus (2008-11), Chelsea og danska fótbóltslandsliðnum. Hann spældi fótbólt við VB á ungum árum og hevur eisini virkað sum partur av venjaratoymi í føroyskum fótbólti, eitt nú var hann hjálparvenjari hjá HB í 2011. Magni er úr Vági, sonur Jákup og Sólrun Mohr og beiggi Høgna Mohr. Í juli 2013 gav hann saman við Svannu Hanusardóttir út fyrstu fysiologibókina á føroyskum. Bókin eitur "Fysiologi - Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi" og er bæði ætlað til undirvísing og til brúk hjá venjarum, ítróttaráhugaðum og fólki sum hava áhuga í hvussu kroppurin virkar serliga í samband við rørslu. Í mai 2014 varð hann settur í starv á Fróðskaparsetri Føroya sum lektari í heilsuvísindum. Starvið er liður í menning av heilsuvísindaliga fakøkinum á Setrinum. Ítróttarkanning av føroyskum kvinnum. Í 2012-13 stóð hann á odda fyri einari ítróttargranskingarverkætlan, har 80 kvinnur í aldrinum 35 til 60 ár og sum ikki íðkaðu nakran ítrótt regluliga vóru kannaðar. Kvinnurnar vóru býttar upp í 4 bólkar, harav 3 bólkar skuldu íðka antin svimjing ella fótbólt 3 ferðir um vikuna og so skuldi ein kontrolbólkur vera, bólkarnir vóru býttir soleiðis: 20 skuldi íðka fótbólt, 20 skuldu svimja intervalsvimjing, hetta tók eini 15 til 20 minuttir, 20 skuldu svimja hóvliga í ein tíma, tvs. so langt sum tær orkaðu í ein tíma uttan tó at svimja skjótari enn at tær kundu klára at svimja út í eitt í ein heilan tíma, 20 spældu fótbólt í ein tíma, tó við støðgum, og gekk tað út uppá at tær samstundis skuldu hava tað stuttligt og at tað ikki skuldi vera ov formelt. Fysiologiskar kanningar vóru so gjørdar áðrenn og aftaná venjingarnar, eitt nú máta pulsin undir rennitest, sukurløðslutest, hjartaskanning, beinagrind- og feittskanning av øllum kroppinum, vekt, miðju- og mjadnamát vm. Verkætlanin var eitt samstarv millum fleiri partar, m.a. ÍSF og Pál Weihe, granskara. Stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen II. Onnur stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen var stýri í Føroyum frá 14. november 2011 til 15. september 2015 við Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum sum løgmanni og landsstýrisfólkum úr Fólkaflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum. Talan var um eina fleirtalsstjórn, og tann fyrsta reint borgarliga samgongan í Føroyum síðan 1985. Kári P. Højgaard varð koyrdu frá sum landsstýrismaður 5. september 2013 orsakað av málinum um CIP sáttmálan og Skálafjarðartunnilin, sama dag tók Sjálvstýrisflokkuirin seg úr samgonguni. Keldur. Stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen 2 Kaj Leo Johannesen 2 Stjórnin hjá Atla Dam VI. Sætta sjtórnin hjá Atla Dam var Føroya Landsstýri frá 15. januar 1991 til 24. apríl 1993. Landsstýrið varð umskipað hin 18. januar 1993, men varð ikki tikið yvir av stjórnini hjá Maritu Petersen fyrr enn 24. apríl. Umskipanin gekk út uppá at Atli Dam fór úr landsstýrinum, meðan uppgávurnar hjá Maritu Petersen vøru fluttar til Thomas Arabo og Jóannes Eidesgaard. Sætta stjórnin hjá Atla Dam var ein samgonga millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Slóðir úteftir. Atli Dam 6 Stjórnin hjá Atla Dam 6 Petur Mohr Reinert. Petur Mohr Reinert er ein føroyskur tónleikari. Hann spældi við Black Panters í fleir ár umframt ein hópi av øðrum bólkum s.s. Villagers, Spacemaen, Circels, Fox. Hann hevur eisini spælt hjá Robert McBirnie og Jens Lisberg, sum hann eisini hevur innspælt tónleir fyri. Somuleiðis hevur hann spælt á eini útgávu hjá Fríbjørg jensen. Hann stovnaði bólkin Devon, sum var virkin í 1980'unum og 90'unum. Hann var eisni viðstovnari og spældi í RockMen i 90 árunum. Hann var við til at stovna FUT - Føroya Undirhaldstónleikarafelag, sum skipaði fyri Føroya fyrsta uttandura tónleikafestivali - Ólavsøkufestivalurin, sum eisini verður róptur Ólavsøkukonsertin. Hann var formaður tey bæði tvey fyrstu árini. Í 2013 gav hann fløguna Um eg hevði við bólkinum Feðgar, sum hann stovnaði til endamálið saman við soninum Philip Reinert Ovenberg. Við Feðgum. Feðgar eru Petur Mohr Reinert og sonur hansara Philip Reinert Ovenberg Philip Reinert Ovenberg. Philip Reinert Ovenberg er ein føroyskur tónleikari, sangari og tónasmiður. Hann hevur gingið á ymiskum tónleikaháskúlum í Danmark og hevur lært til ljóðteknikara á SAE í Onglandi. Hann býr í løtuni (2013) í London, har hann er virkin sum tónleikari og tónasmiður. Hann hevur eisini spælt við bólkinum Blatant. Við Feðgum. Tónleikabólkurin Feðgar eru Philip og pápi hansara Petur Mohr Reinert. Við Von Ros. Í duo'ini Von Ros eru: Philip Ovenberg og Miquel Plensa. Teir spæla mest electo og indie tónleik. Rannvá Djurhuus Carlsson. Rannvá Djurhuus Carlsson (fødd 23. mai 1995) er ein føroysk ítróttakvinna, badmintonleikari og fótbóltsspælari. Hon hevur vunnið gull, silvur og bronsu fyri Føroyar á Oyggjaleikunum 2013 á Bermuda. Í fótbólti hevur hon spælt nakrar dystir fyri føroyska U17 landsliðið. Tað er tó badminton, hon er mest kend fyri. Oyggjaleikir 2017. Rannvá luttók innan badminton á Oyggjaleikum 2017 fyri Føroyar. Oyggjaleikir 2015. Rannvá luttók innan badminton á Oyggjaleikum 2015 fyri Føroyar. Brynhild Djurhuus Carlsson. Brynhild Djurhuus Carlsson (fødd 28. februar 1991) er ein føroyskur badmintonleikari. Í 2013 luttók hon fyri Føroyar á Oyggjaleikunum 2013 á Bermuda saman við systrini Rannvá Djurhuus Carlsson. Tær báðar vunnu silvur í tvímansleiki. Brynhild vann eisini eitt bronsuheiðursmerki í liðkappingini, har oyggjalandslið kappaðust móti hvør øðrum. Bork Havn. Bork Havn sæð móti landnyrðingi Bork Havn er ein lítil býur og ferðavinnustaður við syðra enda av Ringkøbingfjørðin í Jútlandi, eystanfyri fuglaparkina, Tipperne, sum liggur millum Tarm og Nørre Nebel í Ringkøbing-Skjern kommunu. Bork Havn varð bygd í 1933 av "Bork Fiskeriforening". Havnin hevur eina havn til stuttleikabátar við plássi til 290 bátar, eina fiskihavn og eina havn til húsbátar. Havnin er mest kend fyri Bork Havn Musikfestival sum hevur verið hildin á hvørjum ári síðan 1979. Ein eftirskúli er í Bork Havn, og tað ber til at fáa undirvísing í windsurfing. Nærhendis liggur Bork Víkingahavn, sum er ein partur av Ringkøbing-Skjern Museum. Universidade Federal do Recôncavo da Bahia. Universidade Federal do Recôncavo da Bahia Universidade Federal do Recôncavo da Bahia í Brasil varð sett á stovn í 2006 og er ein lærdur háskúli í Bahia, Brasil. Jútland. Satelittmynd av Jútlandi og restini av Danmark Jútland er ein hálvoyggj í Danmark. Størsti landspartur í Danmark er langa, smala nesið Jútland, sum hevur mark ímótí Týsklandi. Størstu býir í Jútlandi. Aarhus (249.709) • Aalborg (103.545 (126.556 íroknað. Nørresundby)) • Esbjerg (71.576) • Randers (60.656) • Kolding (57.197) • Horsens (53.807) • Vejle (51.341) • Herning (46.279) • Silkeborg (42.724) • Fredericia (39.716) • Viborg (35.893) • Holstebro (34.241) • Sønderborg (27.237) • Hjørring (24.762) • Frederikshavn (23.339) • Haderslev (21.213) • Skive (20.633) íbúgvar. Región Miðjútland. Región Miðjútland (Danskt: Region Midtjylland) er ein av teimum fimm regiónunum í Danmark. Regiónin er ein fyrisitingarlig eind við høvuðsábyrgdini fyri heilsuverkinum, regionalari menning og fyri rakturinum av eini røð av almennum stovnum í Miðjútlandi.. Región Miðjútland er landsins næststørsta región um hugd verður at fólkatalinum, har búgva 1.277.538 (2014), og landsins størsta región, um hugd verður at víddini, sum er á 13.005.7 km². Regiónin hevur høvuðssæti í Viborg. Regiónin hevði í 2010 eina fíggjarætlan á 25,2 mia. kr. og umleið 25.000 starvsfólk. Bent Hansen (S) hevur verið formaður fyri regiónsráðnum síðan 2007. Hann varð afturvaldur á regiónsvalinum í 2009 við 72.665 persónligum atkvøðum. Kommunur í regiónini. í Región Miðjútland eru tað 19 kommunur. Borgarstjórarnir fyri tær 19 kommunurnar og regiónsformaðurin eru tilsamans Kontaktnevndin (Kontaktudvalget) í Región Miðjútlandi.. Við 24,45% ella 306.650 íbúgvum er Aarhus kommuna størsta kommunan í regiónini. Størstu býir í Danmark. Listi yvir teir størstu býirnir og býarøkini í Danmark og yvirlit yvir gongdina í fólkatslinum seinastu í hesum býum seinastu árini. Ystad. Ystad er ein býur í Ystads kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 18.350 í 2010. Ferjusamband er til Rønne á Bornholm og til Póllands. Svenska krimirøðin um detektivin Kurt Wallander, sum er bygt á krimisøgur hjá Henning Mankell, fara fram í Ystad og har um leiðir. Býir í Svøríki eftir fólkatali. Listi yvir býir í Svøríki sum høvdu í minsta lagi 20.000 íbúgvar í 2010. Viðvíkjandi trimum teimum størstu býunum eru forstaðirnir hjá hesum taldir við. "Tølini eru frá 2010, tey eru frá svensku hagstovuni, sum dagførir hesi tølini fimta hvørt ár." Suðurevropa. Suðurevropa er eitt landafrøðilig øki í Evropa. Longur suður í Evropa vit koma, hægri stendur sólin á himlinum, og hægri hon stendur, meira hon vermir. Tí er veðurlagið lýggjari í Miðjarðarhavslondunum í Suðurevropa enn í t.d. Norðurevropa. Norðanfyri Alpurnar og á Pofløtuni eru tað meira sumrini enn vetrarnir, ið eru lýggjari, men úti móti havinum eru vetrarnir eisini mildir. Um summarið er himmalin eisini næstan altíð heiður, tí regnar har sjáldan. Um veturin afturímóti regnar tað altíð av og á, men har er tó so lýtt, at kavi og frost eru næstan ókend, og um hann kavar onkra náttina, bráðnar alt burtur aftur um dagin. Í meginpartinum av Miðjarðarhavslondunum er miðalhitin tann heitasta mánaðin um summarið millum 25 og 30 °C, og tann kaldasta mánaðin millum 10 og 15 °C. Hetta veðurlagið kalla vit subtropuveðurlag. Aldarinnar 100 bøkur sambært Le Monde. Aldarinnar 100 bøkur er ein listi yvir 100 bøkur sum sambært einari meiningsmáting hjá franska blaðnum Le Monde í 1999 eru tær bestu í 20. øld. Við støði í einum fyribilslista á 200 bøkur, sum bókahandlar og journalistar høvdu gjørt, atkvøddu 17.000 fraklendingar við at svara spurninginum "Hvørjar bøkur hava fest seg í títt minni?" («Quels livres sont restés dans votre mémoire ?»). Listin er ein blanding av sera góðum skaldsøgum, yrkingasøvn, sjónleikir og teknurøðir. Tey fyrstu 50 verkini á listanum vóru evni í einari essay av Frédéric Beigbeder, "Dernier inventaire avant liquidation" (The Last Inventory Before Liquidation), har hann gjørdi vart við at fronsk verk domineraðu listan. Hvonn (planta). Heima hvonn ella Bjarga hvonn (Angelica Archangelica L.) er ein 120-230 cm høg planta, sum veksur tætt við strondina. Leggurin er snøggur, og blaðleggurin hevur onga ella bara eina grunna foyru. Mittasti blaðparturin er 3-flipputur, og blaðpartarnir eru grovt og óregluliga tentir. Krúnubløðini eru gulgrøn, og skjólið er knattrunt. Rótin og soð av allari plantuni varð áður nýtt m.a. móti landfarsótt og øðrum smittandi sjúkum, yvirhøvur. Eisini Vóru leggurin og blaðstelkarnir nýttir sum leskiligt grønmeti fyrrapart á sumri. Nú verður hvonnin nýtt í køkubúðum og at tilvirka ymiskar likørir av. Plantan er eisini frálíkt kryddarí til snaps. Hvonnin veksur spjadd um alt landið í fuglabjørgum og summastaðni enn í hvanngørðum. Veksur annars í Norður- og Eysturevropa, Norðurasia, og Grønlandi, men dyrkað og villvaksandi fleiristaðni. Ein summarplanta, gerst 100-200 cm høg. Líkist Bakka Sløkju, men er størri og førligari. Hvonn er ein tveyárig planta, men man kann fáa hana til at liva longri um blomstrini vera skorin av áðrenn tey blóma, ella um plantan skjerst av heilt niðri omanfyri rótina, so deilist plantan og ein nýggj kemur upp. Fræðini missa skjótt eginleikan til at spíra; tí mugu sáðini setast niður skjótast gjørligt um áðrenn heysti byrjar. Best er at planta oman á moldini, tá sólin ger at plantan spírar skjótast, umleið ein metur ímillum sáðini. Bløðini kunnu takast áðrenn plantan blomstrar, meðan tey enn eru frísk og grøn. Turka tey væl, so halda tey farvu og lugt. Tey eru lekkur at drekka sum Tea. Sum Tea sigist at hvonnin mótvirkar hugin til alkahol og er viðhvørt ein partur av avvenjing. Kann eisini bloyta ein klút við køldum Tea fyri at koyra uppá eyguni fyri at minka um rukkir og troytt eygu. Annars í smør. Kann eisini brúkast í krem, at smyrja á bringuna móti krím. Hvonn er eisini eitt frálíkt krydd. Bløðini og rótin eru serligani góð í fiskarættir. Stelkarnir kókast fyri at fáa tann bitra smakkin úr og kunnu so nýtast sum grønnmeti. Sáðini brúkast sum krydd, millum annað í Gin, Vermouth og Absint. Hvonn bríkast eisini í millum annað rabarbusúlutoy, men kann eisini brúkast einsamøll. Í millum annað rótini er ein serlig olia, í er góð til at stimulera fordoyilsina; virkar slímloysandi, móti blóðmangul, bronkittis og luft í maganum. Olian er vatndrívandi og sveittadrívandi. Navnið 'Angelica Archangelica', merkjur ærka-eingilin; og kemur frá Evropa har Ærka-eingulin Mikkjal vísti seg fyri munkum. Hann greiddi frá at hvonnin kundi brúkast sum heilivágur móti pestuni. Queen. Queen var ein enskur tónleikabólkur úr London í Onglandi. Metingarnar siga, at teir hava selt yvir 300 million eintøk síðan fyrsta singulplátan "Keep Yourself Alive" kom út í 1973. FARC. a> og ólógligur sambært kolumbiskari lóggávu. Fólksins Herur er best kendur sum FARC (stytting fyri "Fuerzas armadas revolucionarias de Colombia") ella FARC-EP. Hetta er ein marxistiskur-leninistiskur uppreistrarherur í Kolumbia, sum hevur stríðst síðandi 1964. FARC er hernaðarligi vongurin hjá kommunistaflokkinum í landinum. ES, USA, Avstralia, Kanada, v.f. meta FARC sum ein yvirgangsbólk, meðan lond sum Kuba, Venesuela, Kili og Brasil meta bólkin sum ein sum stríðist fyri frælsi. FARC hevur fíggja sítt virksemi við millum annað at leggja skatt á bøndur sum framleiða kokain, og teir eru eisini kendir fyri at hava burturflutt fólk. Kendasta burturflytingin var av forsetavalevninum Íngrid Betancourt, ið sæt fangi í seks og eitt hálvt ár frá februar 2002 til juli 2008. Mett verður, at FARC hevur umleið 8.000 limir. Tann vinstrasinnaða uppreistrarrørslan hevur ligið í stríði við tann kolombiska stjórnarherin í uml. 50 ár. Kaspiska havið. Kaspiska havið er 26 m. lægri enn Atlantshavið og dýpist ikki, hóast Volga og aðrar stórar áir renna út í tað. Hetta kemur av, at eins nógv vatn guvar úr tí og tað, sum rennur í tað, tí hitin er so mikil har á leiðini. Vatnið verður kallað hav, tí tað er salt. Saltið kemur við áunum og guvar ikki burtur saman við vatninum. Fleiri vøtn eru eins sølt og saltari enn Kaspiska havið. Tey eru bert har, sum veðurlagið er sera turt. Á hvørjum vetri liggur tjúkkur ísur á norðara parti av havinum. Tá dámar t.d. kópunum at bólta sær á ísinum. Har er ov mikið at liva av hjá teimum, tí havið er eitt tað fiskaríkasta í heiminum. Fleiri túsund bátar liggja við Volgaósan og fiska laks, sild, stør og annan fisk, sum har er ørgrynni av. Í januar mánað stendur størurin á høvdinum undir ísinum og svevur. Hann kann verða 9 m. langur og vigar tá 1400 kg. Hann verður dúgliga veiddur, um veturin við króki og um summarið við garni. Fiskurin er vælsmakkandi, rognið verður kallað kaviar. Volga. Volga er 3690 km. long og tí longsta á í Evropa. Volga hevur uppruna sín á Valdajheyggjunum í Russlandi, sum eru 330 m. omanfyri sjóvarmálan. Haðani rennur hon fyrst eystureftir og síðani suðureftir í Kaspiska havið. Fram við ánni standa einir 40 býir og yvir túsund bygdir. Volga rennur ígjøgnum fleiri stór vøtn, sum eru komin av tí, at teir hava gjørt stórar byrgingar um ánna. Áður enn byrgingarnar vóru gjørdar, kundi áin vera heldur grunn at sigla á í turrtíðini, men nú er tann vandin av. Við byrgingarnar hava teir stór elverk, sum lata streym til teir nógvu býirnar og tann stóra ídnað, sum er á hesum leiðum. Tað sigla nógv skip á Volga bæði farmaskip, ferðamannaskip og fiskiskip. Ferðamannaskipini sigla í fastari sigling yvir um ánna og ímillum býirnar fram við ánni. Farmaskipini sigla við koli úr kolanámunum við Donbass, málmur úr málmholunum í Ural, olju úr oljukeldunum við Baku og traktorum, bilum og øðrum ídnaðarvørum úr Gorkij og øðrum ídnaðarbýum og matvørum frá landbúnaðarøkjunum til býirnar. Gorkij var áður av gitnastu keypstevnubýum, tí hagar kundu skipini stevna úr øllum ættum av landinum. Nú er hann av mætastu ídnaðarbýum og hevur landsins størstu bilverksmiðjur. Syðri í ánni er Volgograd, sum fyrr æt Stalingrad, har gera teir traktorar og landbúnaðarmaskinur. Har eru stór sagiløg í býnum. Sunnanfyri Volgograd gongur ein siglirenna yvir í Don. Hon er umleið 100 km. long. Skipini, sum skulu sigla úr Volga inn í siglirennuna, mugu fara upp ígjøgnum Volgabakkan, sum er 90 m. høgur. Í bakkanum eru 9 byrgingar. Donbakkin er 40 m. høgur og hevur 4 byrgingar. Leiðin millum Astrakhan og Volga er einar 500 km. long. Alt lendið har á leiðini er oyðin saltsteppa. Tá ið skerpingurin herjar, torna áir og vøtn heilt upp, so at bara tað saltið, sum vatnið í regntíðini loysti úr jørðini og hevði við sær, verður liggjandi eftir sum tjúkk skón. Bara úr einum av hesum turru vøtnunum fæst fjórðingurin av øllum tí salti, sum teir nýta í Russlandi. Volgaoyrin er einar 80 km. breið og 150 km. long. Áin rennur ígjøgnum oyrina í óteljandi støðum. Á oyrini eru túsundtals oyggjar og hólmar, har hópur av palikanum, skørvum og øðrum fuglum halda til. Ovast á oyrini er býurin Astrakhan. Hann er umgyrdur av høgum verjugørðum, so at áarvatnið skal ikki fløða inn yvir hann, tí mangan rennur vatnið upp yvir býnum. Edlafiskur. Edlafiskur er mjávaksin fiskur, høvdið er flatt, og gronin minnir um krokodillunev. Eyguni eru smá og sita út móti hvørji lið á skøltinum. Fremri rundingur á eyganum situr yvir miðjuni á kjaftinum. Hann er roðslusettur líka úr klingruni fram móti eygunum. Hann hevur næstan beina striku frá kápuklovinum aftur í klingruna. Uggafjaðrarnar eru langar, og mittasti teinur er sjónliga longstur. Ryggfjøðurfestið er langt, um tvær ferðir gotfjøðurfestið. Ryggfjøðurin er umleið líka høg sum bulurin og byrjar beint yvir búkfjaðrunum. Hann hevur eina gotfjøður. Miðalstóran, eitt sindur sýldan stert. Stóran kjaft við nógvum hvøssum tonnum. Hann er botnfiskur á dýpum úr 600 m. niður á 3500 m. ella enn djúpari. Edlafiskur verður upp í 67 cm langur, vanliga er hann um 55 cm. Hann er undir Íslandi og úr Davisfirði til Suðurafrika og Brasil. Í Indiahavinum og Kyrrahavinum. Hann er fingin vestur av Føroyabanka á umleið 700 metra dýpi, út av Lúsabanka á 1800 m dýpi, út av Bankarygginum á 730 metra dýpi, og á Íslandsrygginum á 500-700 m dýpi. Baraldur. Baraldur (frøðiheiti "Juniperus communis") hevur verið nógv vanligari í Føroyum fyrr. Plantusáðkanningar vísa, at baraldur var í stórari afturgongd fyri landnám, helst orsakað av veðurlagsbroytingum, og tá ið fólk búsettust her, minkaði hann uppaftur meira. Tað, sum eftir er av baraldi, hevur verið rímiliga støðugt. Mett verður ikki, at seyður ger stórvegis skaða á barald. Útbreiðslan av vanligum baraldi er pólkringin bæði norðan fyri og sunnan fyri okkum. Baraldur er á reyðlista í Føroyum. Fyrsta skráseting av plantuni, ið er til skjals á Føroya Náttúrugripasavni, er frá 1920, og varð hon tá funnin á Kirkjubøreyni. Onnur skráseting er frá 1924 úr Svínoy. Lítið er til av baraldi á teimum fáu økjunum, har vit finna hann, oftast bert einstakar til heilt fáar plantur á hvørjum plássi. Størsta skipanin er at finna í Svínoy. Oftast er plantan at finna uppi á stórum klettum í hamrum undantikið í Svínoy og á Kirkjubøreyni, har hon veksur í vátlendi. Tübingen universitet. Tübingen universitet (týskt: "Eberhard Karls Universität Tübingen") í Tübingen í Týsklandi varð sett á stovn í 1477. Teirra millum, sum hava gingið á Tübingen, eru. Tubingen 1960-árini. Øldir: 19. øld - 20. øld - 21. øld Áratíggju: 1910-árini 1920-árini 1930-árini 1940-árini 1950-árini - 1960-árini - 1970-árini 1980-árini 1990-árini 2000-árini 2010-árini Ár: 1960 1961 1962 1963 1964 1965 1966 1967 1968 1969 Listafólk og tónleikabólkar. Listafólk eru eitt nú rithøvundar, sjónleikarar, filmsleikstjórar, listamálarar vm. 1950-árini. 1950-árini vardu frá 1950 til 1959. Tað var sætta áratíggju í 20. øld. Øldir: 19. øld - 20. øld - 21. øld Áratíggju: 1900-árini 1910-árini 1920-árini 1930-árini 1940-árini - 1950-árini - 1960-árini 1970-árini 1980-árini 1990-árini 2000-árini Ár: 1950 1951 1952 1953 1954 1955 1956 1957 1958 1959 1940-árini. Øldir: 19. øld - 20. øld - 21. øld Áratíggju: 1890-árini 1900-árini 1910-árini 1920-árini 1930-árini - 1940-árini - 1950-árini 1960-árini 1970-árini 1980-árini 1990-árini Ár: 1940 1941 1942 1943 1944 1945 1946 1947 1948 1949 1930-árini. Øldir: 19. øld - 20. øld - 21. øld Áratíggju: 1880-árini 1890-árini 1900-árini 1910-árini 1920-árini - 1930-árini - 1940-árini 1950-árini 1960-árini 1970-árini 1980-árini Ár: 1930 1931 1932 1933 1934 1935 1936 1937 1938 1939 1920-árini. Øldir: 19. øld - 20. øld - 21. øld Áratíggju: 1870-árini 1880-árini 1890-árini 1900-árini 1910-árini - 1920-árini - 1930-árini 1940-árini 1950-árini 1960-árini 1970-árini Ár: 1920 1921 1922 1923 1924 1925 1926 1927 1928 1929 1910-árini. Øldir: 19. øld - 20. øld - 21. øld Áratíggju: 1860-árini 1870-árini 1880-árini 1890-árini 1900-árini - 1910-árini - 1920-árini 1930-árini 1940-árini 1950-árini 1960-árini Ár: 1910 1911 1912 1913 1914 1915 1916 1917 1918 1919 Áratíggju. Eitt áratíggju ella tíggjuáraskeið, á øðrum málum eisini nevnt decennium, (úr latíni decem, 'tíggju' og annum, 'ár') er eitt tíðarskeið, ið fevnir um tíggju ár. Sjálvt um tað kann vera talan um eitt hvørt tíðarskeið á tíggju ár, so verður tað vanliga brúkt um eitt tíðarskeið, har tað fyrsta árið endar við 0 (null), og tað seinasta við 9, t.d. eru 1960-árini frá 1960 til og við 1969. Á enskum verður orðið "decade" brúkt, tað kemur (gjøgnum franskt og latín) úr fornum grikskum máli frá orðinum "dekas" ið merkir tíggju. Øldir. Henda síðan inniheldur yvirlit yvir øldir og áratúsund, sum Wikipedia fevnir um. Tað er tvístøða um, hvørt ein øld byrjar við 1 ella 0 (null), í yvirlitinum her byrja øldirnar við null. Ár. Eitt ár er tann tíðin tað tekur jørðini at snúra kring sólina. Eitt tropiskt miðalsólár er 365,24219878 døgn mált millum tvey fylgjandi javndøgursdøgn. Í Føroyum brúka vit tann gregorianska kalendaran til at telja dagarnar í einum ári og til at siga eitt árstal. FJórða hvørt ár er skotár, har ein eyka dagur kemur í februar, soleiðis at februar hevur 29 dagar tá og ikki 28, sum hini árini. 1900-árini. Øldir: 19. øld - 20. øld - 21. øld Áratíggju: 1850-árini 1860-árini 1870-árini 1880-árini 1890-árini - 1900-árini - 1910-árini 1920-árini 1930-árini 1940-árini 1950-árini Ár: 1900 1901 1902 1903 1904 1905 1906 1907 1908 1909 Stjórnin hjá Andrassi Samuelsen. Stjórnin hjá Andrass Samuelsens var Føroya Landsstýri frá 12. mai 1948 til 15. desember 1950. Tað var ein samgonga millum Sambandsflokkin (SB), Javnaðarflokkin (JF) og Javnaðarflokkin (SF), stjórnað av Andrass Samuelsen (JF). Tað var Føroya fyrsta stjórn, sum varð sett á stovn eftir at Heimastýrislógin varð sett í gildi í 1948. Stjórnin hjá Andrassi Samuelsen Andrass Samuelsen Xinjiang. Xinjiang er vestasti partur av kinesiska fólkalýðveldinum. Xinjiang (kinesiskt 新疆维吾尔自治区) er ein landslutur í Vesturkina. Landið er mest sum stórir háslættar, umgyrdir av høgum fjøllum. Veðurlagið á háslættunum er turrligt; har kemur eingin regndropin uttan tann, sum rennur oman úr jøklunum í fjøllunum, og tí eru háslættarnir mest sum bara oyðimerkur. Jøklavatnið hvørvur í sandinum straks, sum tað er omankomið, ella tað endar í einum saltdíki og guvar burtur. Sjálvt tann stóra áin Tarim er turr ein part av árinum, ella endar hon í tí gitna saltdíkinum Lob Nor. Í Xinjiang er fátt við fólki, og fólkið hevur mest sum bara livað higartil sum flytifólk á teimum turru heiðunum. Men í 1950 fóru kinesararnir at senda landbúnaðarráðgevarar og arbeiðshermenn inn í landið. Teir skuldu leita eftir dyrkilendi og finna fram á, har sum nakað vatn kundi vera at lata á velturnar. Og væl vignaðist. Teir komu niður á fornar oasur, sum lógu undir í sandi, men sum áður høvdu havt stórt dyrkilendi. Teir funnu eisini stórar býir undir sandinum. Í jørðini hava teir funnið hópin av uran, jarnmálmi og koli. Kinesarar flyta í millióntali inn í Xinjiang at búgva. Innara-Mongolia. Innara-Mongolia (kinesiskt 内蒙古) er tann parturin av Kina, sum liggur næstur Mongolia. Hin parturin av Kina gongur eisini undir navninum Ytra-Mongolia. Veðurlagið er temprað landveður og turrligt bæði summar og vetur. Serliga har suðuri ber av. Og har er eisini ein stór oyðimørk, sum eitur Gobi. Nakað av landinum er tó steppa ella vaksið við grasi. Har ganga hirðar við kamelum og seyðafylgjum. Nakað av fólkinum er fastbúgvandi og dyrkar jørðina. Í tey seinastu 100 árini eru milliónatals kinesarar fluttir úr Kina í Innaru-Mongolia at búgva, so nú er upprunafólkið við minniluta. Innara-Mongolia hevur síðan 1950 hoyrt til kinesiska fólkalýðveldið. 1890-árini. Øldir: 18. øld - 19. øld - 20. øld Áratíggju: 1840-árini 1850-árini 1860-árini 1870-árini 1880-árini - 1890-árini - 1900-árini 1910-árini 1920-árini 1930-árini 1940-árini Ár: 1890 1891 1892 1893 1894 1895 1896 1897 1898 1899 1880-árini. Øldir: 18. øld - 19. øld - 20. øld Áratíggju: 1830-árini 1840-árini 1850-árini 1860-árini 1870-árini - 1880-árini - 1890-árini 1900-árini 1910-árini 1920-árini 1930-árini Ár: 1880 1881 1882 1883 1884 1885 1886 1887 1888 1889 1870-árini. Øldir: 18. øld - 19. øld - 20. øld Áratíggju: 1820-árini 1830-árini 1840-árini 1850-árini 1860-árini - 1870-árini - 1880-árini 1890-árini 1900-árini 1910-árini 1920-árini Ár: 1870 1871 1872 1873 1874 1875 1876 1877 1878 1879 1860-árini. Øldir: 18. øld - 19. øld - 20. øld Áratíggju: 1810-árini 1820-árini 1830-árini 1840-árini 1850-árini - 1860-árini - 1870-árini 1880-árini 1890-árini 1900-árini 1910-árini Ár: 1860 1861 1862 1863 1864 1865 1866 1867 1868 1869 1850-árini. Øldir: 18. øld - 19. øld - 20. øld Áratíggju: 1800-árini 1810-árini 1820-árini 1830-árini 1840-árini - 1850-árini - 1860-árini 1870-árini 1880-árini 1890-árini 1900-árini Ár: 1850 1851 1852 1853 1854 1855 1856 1857 1858 1859 1840-árini. Øldir: 18. øld - 19. øld - 20. øld Áratíggju: 1790-árini 1800-árini 1810-árini 1820-árini 1830-árini - 1840-árini - 1850-árini 1860-árini 1870-árini 1880-árini 1890-árini Ár: 1840 1841 1842 1843 1844 1845 1846 1847 1848 1849 1830-árini. Øldir: 18. øld - 19. øld - 20. øld Áratíggju: 1780-árini 1790-árini 1800-árini 1810-árini 1820-árini - 1830-árini - 1840-árini 1850-árini 1860-árini 1870-árini 1880-árini Árstal: 1830 1831 1832 1833 1834 1835 1836 1837 1838 1839 1820-árini. Øldir: 18. øld - 19. øld - 20. øld Áratíggju: 1770-árini 1780-árini 1790-árini 1800-árini 1810-árini- 1820-árini - 1830-árini 1840-árini 1850-árini 1860-árini 1870-árini Árstal: 1820 1821 1822 1823 1824 1825 1826 1827 1828 1829 1810-árini. Øldir: 18. øld - 19. øld - 20. øld Áratíggju: 1760-árini 1770-árini 1780-árini 1790-árini 1800-árini - 1810-árini - 1820-árini 1830-árini 1840-árini 1850-árini 1860-árini Árstal: 1810 1811 1812 1813 1814 1815 1816 1817 1818 1819 1800-árini. Øldir: 18. øld - 19. øld - 20. øld Áratíggju: 1750-árini 1760-árini 1770-árini 1780-árini 1790-árini - 1800-árini - 1810-árini 1820-árini 1830-árini 1840-árini 1850-árini Ár: 1800 1801 1802 1803 1804 1805 1806 1807 1808 1809 1818. 1818 (MDCCCXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1817. 1817 (MDCCCXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1816. 1816 (MDCCCXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1815. 1815 (MDCCCXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1814. 1814 (MDCCCXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1813. 1813 (MDCCCXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1812. 1812 (MDCCCXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1811. 1811 (MDCCCXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1810. 1810 (MDCCCX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Heilivágur. Í gomlum døgum var heilivágur fingin úr náttúruni, mest úr plantum og úr urtum. Nú fæst heilivágur eisini úr tilgjørdum evni. Heilivágur kann linna sjúkueyðkenni, doyva pínu og byrgja fyri ella grøða sjúku. Heilivágur verður eisini latin sálarliga sjúkum, til dømis fjáltur og sinnistyngd. Fyri at ein vøra skal hava heitið heilvágur, skal hon verða góðkend av myndugleikunum. Heilivágur, sum er góðkendur í Danmark, verður eisini góðkendur sum heilivágur í Føroyum. Mong túsund sløg eru. Hvør heilivágur virkar á sín hátt, tíðum í ávísum kropsparti, til dømis í maga ella í høvdi. Í mong túsund ár er náttúruheilivágur fingin úr søltum og úr urtum. Nú á døgum verður mestur heilivágur gjørdur í evnisídnaði. Heilivágur verður eisini gjørdur við íleguflætting, har ílegur verða fluttar millum verur av heilt ymiskum slagi. 



Granskarar royna støðugt at finna nýggj lekingarevni, til dømis fyri krabbameini og eyðkvæmi. Lívvágur, til dømis penicillin, og evnisvágur, til dømis sulfonamid, verða nýttir fyri ígerðarsjúku. Evnini beina fyri sjúkraelvandi bakterium ella darva teimum í nøringini. 

Heilivágur kann vera vandamiki: heilivágur, eisini tann, ið lækni letur, kann elva vannýtslu og gera fólk turvtug. Misnýtsla kann verða vandamikil og elva sjúku og deyða. Forboð er sett at nýta sumt turvelvandi drøgg, til dømis opium og heroin. Annað turvelvandi rúseitur, til dømis rúsdrekka og nikotin úr tubbaki, er ikki bannað við lóg. Um okkara leiðir fæst nógvur heilivágur á apotekum, til dømis pínulinnandi evni, heilivágur fyri svøvnloysi og ígerðarsjúku. Starvsfólk á apoteki ella lækni leiðbeina tær at nýta heilivágin. Byrgingar. a> ravmagn. Vatnið er 185 km. langt. Byrgingar verða mest gjørdar at goyma vatn, sum aftur verður brúkt til ravmagnsgerð, men vatngoymslur kunnu eisini lata landbúnaðinum vatn. Tá ið á verður byrgd, verður stór vatngoymsla. So ber til at goyma vatn at brúka, tá ið turkur er um summarið. Byrgingar kunnu eisini forða fyri vatnflóð. Fram við strondini á láglendi gera teir byrgingar at verja fyri stórari vatnflóð. 

Tvinnar eru betongbyrgingarnar: bogabyrgingar og gravitatiónsbyrgingar. Bogabyrgingar eru høgar, ofta bara 3 metrar tjúkkar. Bogaskapið ger tær ógvuliga sterkar. Gravitatiónsbyrgingar (gravitatión = atdráttarmegi) verða eisini gjørdar úr betongi, men tað er tann nógva tyngdin, sum ger, at tær halda. Verjugarðar eru ymiskir til støddar og eru gjørdir úr leiri og gróti, sum er dungað saman í langan rygg. Inni í miðjum rygginum er helst betong ella leir, sum ger, at vatnið ikki seyrar ígjøgnum. Uttaná verða lagdir stórir klettar at verja fyri aldunum. Læknar. Lækni er útbúgvin at gera av, hvør ið sjúkan er, og hann veit, hvat ið leikir. Vanliga fert tú fyrst til kommunulæknan, sum veit um mangar sjúkur, kannar heilsuna, skipar fyri heilivági, koppsetur o.a. Kommunulækni kann ávísa til kanningar og viðgerð á sjúkrahúsi ella hjá serlækna. Serlæknar eru serfrøðingar í ávísum sjúkum. Barnalæknar eru serkønir í barnasjúkum, og skurðlæknar eru serkønir í skurðviðgerð og at seta saman brotnar limir og onnur brot. Læknafrøði er vísindagrein, ið fatar um sjúkraavgerð, sjúkrafyribyrging og sjúkraviðgerð. Læknanæmingar lesa læknafrøði eini 6 ár á lærdum háskúla, áðrenn teir fáa læknaprógv. Síðan má lækni arbeiða 1 ár á sjúkrahúsi, áðrenn hann kann arbeiða sum sjálvstøðugur lækni. Ofta eru nakrir læknar saman um læknahús ella viðtalurúm. Fólk, ið eru nóg birg til tess, koma til lækna í viðtalutíðini. Læknin tosar við hvønn einsæris, kannar og sigur, hvat ið bagir. Røntgenmynd ella blóðroynd kann verða tikin undan læknaviðgerð. Læknar kann gera av við røntgen og øðren tólum, hvørja sjúku, sjúklingurin hevur. Á røntgenmynd sæst beinbrot og sjúka, til dømis krabbamein í lungum. Læknar hava verið síðan í fornøld. Viðgitni grikski læknin, Hippokrates úr Kos, livdi t.d. fyri 2500 árum síðan. Hann svór eið at arbeiða samvitskufult og at dugna øllum. Triði heimurin. Triði heimurin er tann partur av londunum í heiminum, sum er ringast fyri. Triði heimurin: Politiskt heiti á menningarlondum í Afrika, Latínamerika og Landsynningsásia. Tey eru eyðkend av m.ø.: 1) BTÚ er minni enn 500 USA-dollarar t.hv. fólkið um árið, 2) minni enn 20 % av landsins BTÚ kemur av ídnaði og 3) færri enn 50 % av øllum fólkinum, eldri enn 15 ár, duga at skriva og lesa. Í 2013 vóru uml. 80 lond í triðja heiminum, flestu teirra í Afrika, men eisini nøkur í Latínamerika og Landsynningsásia. Malakkafjørður. Malakkafjørðurin (maleisiskt/indonesiskt: "Selat Melaka/Malaka") ímillum Singapor og Indonesia er ein av heimsins ferðsluríkastu siglingarleiðum. Meira enn ein triðingur av heimsins oljuveitingum fara ígjøgnum tann smala fjørðin, sum bindur Indonesia og framgongdarríku búskapirnar í fjareystri saman. Kanarisku oyggjarnar. Kanarisku oyggjarnar (spanskt "Islas Canarias") eru nógv tær størstu oyggjarnar í fólkatali í Spania, og tær hava eisini nógv ferðafólk. Kanaria kemur av latínska orðinum "canine", sum er hundur, og í fornøld vóru nógvir hundar í oyggjunum. Oyggjarnar eru einar 100 km í ein útnyrðing úr Marokko. Hagar koma nógv ferðafólk um summarið, tí veðurlagið er avbæra gott. Madeira. Madeira liggur 600 km vestanfyri Marokko. Hóast tað eru 1000 km til høvuðsstaðin í Portugal, Lissabon, hoyrir Madeira til Portugal eins og Asorurnar, ið liggja 1300 km vestur úr portugisiski strondini. Oyggjaflokkurin Madeira – tí talan er í veruleikanum um 8 oyggjar: sjálv Madeira, Porto Santo, Ilhas Desertas og Ilhas Selvagens – liggur í ein útsynning úr Portugal, norðan fyri Kanarisku Oyggjarnar og vestan fyri Marokko og hevur eitt tað mest støðuga veðurlagið í heiminum við meðaltemperaturum upp á 20 °C í januar-februar til 25 °C í juli/august. Bert á sjálvari Madeira og Porto Santo býr fólk, meðan hinar oyggjarnar eru óbygdar. Á Madeira, sum er 741 ferkilometrar til støddar, búgva 255.000 fólk og á Porto Santo (42 ferkilometrar) 4500, so fólkatættleikin er høgur – á Madeira 337 fólk fyri hvønn ferkilometur. Av hesum 255.000 fólkunum á sjálvari Madeira búgva yvir 2/3 í høvuðsbýinum Funchal. Madeira er partur av Portugal, og fólkið, har býr, er sostatt portugisar. Madeira er kent fyri sítt góða veðurlag, sína vøkru flora og fyri heitvínið Madeira. Málið er portugisiskt, men nógv fólk duga væl enskt sum ein fylgja av tí tætta sambandi við Stórabretland gjøgnum tíðirnar og upp á grund av ferðavinnuni, sum er týdningarmesta vinnugreinin á oynni. Av uppruna eru oyggjarnar vulkanskar sum Føroyar, og eru í veruleikanum topparnir av einum 6,5 km høgum sløktum gosfjalli, sum stendur á botninum av Atlantshavinum. Tá ið portugisar komu til oyggjarnar umleið 1420, vóru tær óbygdar og so tætt skógvaksnar, at næstan ikki var framkomandi – Madeira merkir skógaroyggin. Tey fyrstu niðursetifólkini vóru prestar, bøndur og munkar. Til at gera tað harða arbeiðið vóru trælir tiknir í Afrika og Kanarisku oyggjunum, og tað eru teir, sum hava gjørt tær víðakendu vatnveitingarnar, levadurnar, á suðursíðuni av oynni. Í dag er Madeira ein tann mest framkomni parturin av Portugal, fyrst og fremst vegna ferðavinnuna, við einum slagi av heimastýri og egnum lokalflaggi. Teir hava eitt ting, sum smíðar lógir, og ger egna fíggjarlóg. Men uttanríkismál verða umsitin í Lissabon. Tann portugisiska stjórnin hevur ein umboðsmann á Madeira. Madeirabúgvar senda fimm umboð til tjóðartingið í Portugal. Søga. Tað fyrsta vit vita um Madeira er, at oyggjarnar eru nevndar í einum sjókorti frá Genova í Firenze í Italia. Hetta kortið er frá 1351. Annars siga sagnir, at bæði kartagarir, fønikarnir og rómarnir kendi oyggjarnar um ár 0. Í 1400 árunum gjørdist Portugal ein av fremstu siglandi tjóðum. Men tað var av tilvild, at portugisarnir, sum kannaðu vestursíðuna av Afrika endaðu á Madeira. Hetta komst av tí, at teir vóru farnir av kós og sostatt viltust til oynna. Árini eftir kanna portugisar oyggjarnar nærri, og í 1420 gera portugisar krav uppá oyggjabólkin Madeira. Búskapur. Á Madeira er ferðavinnan høvuðsvinnan. Ferðavinnan er gomul á Madeira, men hendan tók rættuligt dik á seg, tá ið tann sokallaða charterflúgvingin byrjaði mitt í 1960'innum. Tað koma yvir ein hálv millión ferðafólk til Madeira um árið. Eisini útflytur Madeira blómur, Madeiravín, bananir, ymsa kurva flætting og hond seymaðar vørur. Landafrøði. Portugisisku oyggjarnar Madeira, liggja út fyri eysturstrond Marokko, og har búleikast umleið 270 000 fólk. Madeira er 57 km long og 22 km breið har hon er breiðast. Madeira er 741 ferkilometrar til støddar. Tað vil siga, at Føroyar eru tvær ferðir størri enn Madeira. Á Madeira búgva umleið 267 000 fólk harav umleið helvtin býr í høvuðsstaðnum Funchal. Til Madeira oyggjabólkin hoyra eisini aðrar minni oyggjar. Bert á tí eini Porto Santo búgva fólk. Á hinum oyggjunum arbeiða vísindamenn, serliga er tað lívfrøðin, ið hevur teirra áhuga. Allur oyggjaflokkurin Madeira er tilsamans 796 ferkilometrar. Í dag eru stórir partar av oynni dyrkaðar, men tað eru enn fleiri øki, sum eru órørd. Hesi økið eru sera ymisk. Høg ber fjøll, onnur fjøll eru vaksin við frumskógar líknandi vøkstri. Ber oyðimarkar líknandi økir eru eisini. Veðurlagið. Høvuðsstaðurin á Madeira er Funchal. Madeira hevur eitt subtropisk veðurlag, sum minnir nógv um veðurlagið á teimum Kanarisku oyggjunum. Av tí at Madeira liggur í Atlantshavinum uttanfyri Marokko ger, at tað ikki er so stórur munur á teimum høgu hitastigunum, sum eru um summari og teimum lægstu hitastigunum, sum eru um veturin, tí er tað eitt milt veðurlag á Madeira. Tað sjáldsama og framúrskarandi veðurlagið gevur einastandandi eginleikar til vøksturin av eksotiskum plantum, runnum og litríkum blómum, sum vaksa runt allastaðni. Um summari er veðrið næstan altíð heitt og sólríkt á Madeira. Hitin liggur millum 23 og 27 °C, men hitin kann eisini koma uppum 30 °C. Sjálvt um náttina fer hitin ikki niður um 17 til 18 °C. Tann frískliga havluftin, sum er á Madeira ger, at hitin ikki verður óbehagiliga høgur mitt á degi. Men tað kann koma fyri, um vindur kemur frá Afrika, tá kann tað blíva sera heitt. Tað regnar lítið og onki um summari á Madeira, ikki fyrr enn síðst í septembur byrjar tað at regna. Um heysti er veðrið framvegis lýtt og gott, men møguleikin fyri illveðrið er størri enn um summari. Heilt inn í novembur er hitin um dagin um 20 °C, og tað eru framvegis nógvir sólskinstímar, tí oyggin liggur nokk so langt suðuri. Men tað regnar eisini nokk so nógv í novembur. Um veturin kann tað regna nokk so illa, serliga í fjøllunum og á norðurstrondini á Madeira. Tað kunnu eisini verða dagar har tað er yvirskíggjað og nógvur vindur. Sum heild so hevur Madeira eitt sólríkt veðurlag, har tað í miðal eru 5-6 sólskinstímar um veturin og 7-8 tímar um summari. Tann kaldasti temperatururin er 19 °C. Um várið verður tað aftur turrari í veðrinum á Madeira. Tað verður meira sólríkt og heitari, serliga aftaná mars mánað, í mai mánað fer hitin yvir tey 20 °C aftur. Jarðfrøði. Jarðfrøðingar meina, at Madeira bleiv til fyri 20 milliónum árum síðani. Tøtt gos úr gosfjøllum á havbotninum hava trýst oynna Madeira upp úr Atlantshavrygginum. Fyri 1,7 milliónum árum síðani kólnaðu gosfjøllini, og tey góvust heilt at goysa fyri 400.000 árum síðani. Øll hesi árini síðani, hava veður og vindur skapt jarðarslit. Hetta hevur spakuliga skapt tær oyggjar vit nú kenna. Orsøkin til, at vit hava ein gosrygg mitt í Atlantshavinum er tí, at vit hava tektoniskar plátur og tektoniskar rørslur. Ástøðið um tær tektonisku pláturnar sigur í stuttum, at tilfarið í kápuni melur í ring. Skorpan á jørðini liggur uttan á kápuni, og verður tí flutt av konvektsiónstreymunum í kápuni. Skorpan liggur sum eitt skal uttanum kápuna. Talan er ikki um eitt heilt skal, sum liggur um alla jørðina, men um fleiri petti, sum flyta seg eftir hvørjum øðrum. Hesi petti ella plátur verða róptar tær tektonisku pláturnar. Hesar plátur flyta seg frá, hvørjum øðrum summastaðni, meðan tær renna saman onkra aðrastaðni. Eisini eru plátur, sum flyta seg síðuvegis. Millum hesar plátur hava vit millum annað eldgos og jarðskjálvtar. Tá ið pláturnar flyta seg frá hvørjari aðrari, kemur ein stór riva í. Úr hesi rivuni sprænir lava upp úr kápuni, sum hevur við sær, at rivan ella holið tettist aftur. Á hesum støðum verður nýtt lendið til, ella her verður bygt upp. Tað er soleiðis at Madeira er blivið til. Marjorie Estiano. Marjorie Dias de Oliveira (fødd 8. mars 1982 í Curitiba, Brasil) er sjónleikari og songkvinna úr Brasil. Hon gjørdist kend í 2004, tá ið hon spældi leiklutin sum Natasha í Rede Globo tannáringa-sjónvarpsrøðini "Malhação". Hon hevur spælt hetjuleiklutin í trimum telenovellum. the lead antagonist role in og spælt ein av høvuðsleiklutunum í tveimum telenovellum afturat og so spældi hon høvuðsleiklutin í 2014 filminum "Beatriz". In 2007 Maria Paula was cast live, the lead role of Duas Caras in prime time of the largest Brazilian television network, Rede Globo. Hon spældi eisini antihetjuna í einum øðrum telenovela filmi "Lado a Lado", ið gjørdist tann besti telenovela í 2013 Emmy International. Í 2013 spældi Marjorie sama leiklutin við Fernanda Montenegro í filminum "Time and the Wind", sum tann unga Bibiana. Frederikshavn. Frederikshavn, sum fyrr nevndist Fladstrand (á latínskum "Ora Plana"), er tann størsti býurin í Frederikshavn kommunu og næststørsti býur í Vendsyssel við 23.309 íbúgvum. Býurin liggur í Región Norðurjútland út til Kattegat á eysturstrondini á tí Norðurjútsku Oynni. Frederikshavn er uppkallað eftir Kong Frederik 6. og fekk keypsstaðar rættindi í 1818. Søga. Tað hava búð fólk í økinum í og kring Frederikshavn í fleiri túsund ár. Fornfrøðiligar útgrevstir bera prógv um búsetur frá Steinøldini til Víkingatíðina. Tað at býurin hevur góða náttúruhavn og er væl vardur at hólmum og skerum uttanfyri og tað at býurin liggur tætt við bæði Noreg og Svøríki hevur havt stóran týdning fyri politisku, búskaparligu og hernaðarligu søguna hjá býnum. Havnin hevur gjøgnum tíðirnar verið miðdepilin í býnum við virksemi innan fiskivinnu og skipasmíð. Men eftir kreppuna í 1980'unum innan bæði fiskivinnu og skipasmíð, er býurin blivin ein vertsbýur, har eitt nú ferðavinna eisini spælir ein stóran leiklut. Danska sjóverjan hevur enn eina støð í Frederikshavn. Johann Wolfgang von Goethe. Johann Wolfgang von Goethe, (føddur 28. august 1749 í Frankfurt am Main, deyður 22. mars 1832, var ein týskur rithøvundur. Hann er mest kendur fyri verk sum sjónleikin "Faust", skaldsøguna "Die Leiden des jungen Werthers" og yrkingina "Erlkönig". Verk hansara eru ávirkaði av týsku bókmentarákunum Sturm und Drang og Weimarklassisismu. 1790-árini. Øldir: 17. øld - 18. øld - 19. øld Áratíggju: 1740-árini 1750-árini 1760-árini 1770-árini 1780-árini - 1790-árini - 1800-árini 1810-árini 1820-árini 1830-árini 1840-árini Ár: 1790 1791 1792 1793 1794 1795 1796 1797 1798 1799 1780-árini. Øldir: 17. øld - 18. øld - 19. øld Áratíggju: 1730-árini 1740-árini 1750-árini 1760-árini 1770-árini - 1780-árini - 1790-árini 1800-árini 1810-árini 1820-árini 1830-árini Ár: 1780 1781 1782 1783 1784 1785 1786 1787 1788 1789 1787. 1787 (MDCCLXXXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1770-árini. Øldir: 17. øld - 18. øld - 19. øld Áratíggju: 1720-árini 1730-árini 1740-árini 1750-árini 1760-árini - 1770-árini - 1780-árini 1790-árini 1800-árini 1810-árini 1820-árini Ár: 1770 1771 1772 1773 1774 1775 1776 1777 1778 1779 1779. 1779 (MDCCLXXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1760-árini. Øldir: 17. øld - 18. øld - 19. øld Áratíggju: 1710-árini 1720-árini 1730-árini 1740-árini 1750-árini - 1760-árini - 1770-árini 1780-árini 1790-árini 1800-árini 1810-árini Ár: 1760 1761 1762 1763 1764 1765 1766 1767 1768 1769 1789. 1789 (MDCCLXXXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1750-árini. Øldir: 17. øld - 18. øld - 19. øld Áratíggju: 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini 1740-árini - 1750-árini - 1760-árini 1770-árini 1780-árini 1790-árini 1800-árini Ár: 1750 1751 1752 1753 1754 1755 1756 1757 1758 1759 1740-árini. Øldir: 17. øld - 18. øld - 19. øld Áratíggju: 1690-árini 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini - 1740-árini - 1750-árini 1760-árini 1770-árini 1780-árini 1790-árini Ár: 1740 1741 1742 1743 1744 1745 1746 1747 1748 1749 1730-árini. Øldir: 17. øld - 18. øld - 19. øld Áratíggju: 1680-árini 1690-árini 1700-árini 1710-árini 1720-árini - 1730-árini - 1740-árini 1750-árini 1760-árini 1770-árini 1780-árini Ár: 1730 1731 1732 1733 1734 1735 1736 1737 1738 1739 1720-árini. Øldir: 17. øld - 18. øld - 19. øld Áratíggju: 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini 1710-árini - 1720-árini - 1730-árini 1740-árini 1750-árini 1760-árini 1770-árini Ár: 1720 1721 1722 1723 1724 1725 1726 1727 1728 1729 1710-árini. Øldir: 17. øld - 18. øld - 19. øld Áratíggju: 1660-árini 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini - 1710-árini - 1720-árini 1730-árini 1740-árini 1750-árini 1760-árini Ár: 1710 1711 1712 1713 1714 1715 1716 1717 1718 1719 1700-árini. Øldir: 17. øld - 18. øld - 19. øld Áratíggju: 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini 1690-árini - 1700-árini - 1710-árini 1720-árini 1730-árini 1740-árini 1750-árini Ár: 1700 1701 1702 1703 1704 1705 1706 1707 1708 1709 Homer. Í tí klassisku siðvenjuni er Homer (Ὅμηρος, "Hómēros") rithøvundurin, sum hevur skrivað "Ilionskvæði" og "odyssevskvæði", og verður sæddur sum tann størsti av yrkjarunum í forna Grikkalandi, sum skrivaði episk kvæði. Hesar episku yrkingarnar eru yrktar tíðliga í tí vesturlendsku kanonini av bókmentum, og hava havt sera stóra ávirkan á bókmentasøguna. Tað er óvist, nær hann livdi. Herodot metir, at Homer livdi 400 ár áðrenn hansara egnu tíð, tvs. umleið 850 ár fyri Krist. meðan aðrar fornar keldur siga, at hann livdi nógv tættari uppá ta tíðina ið man metir at Trojanska kríggið fór fram fyrst í 12. øld f.Kr. Flestu nýtíðar granskarar meta at Homer livdi í 7. og 8. øld f.Kr. At tann stóra ávirkanin av homerisku kvæðunum hevur formað grikska mentan, var viðurkent víða um, og Homer varð nevndur sum lærarin hjá Grikkalandi. Lívsleið. Sambært tradisjónini var Homes blindur. Tvey støð í teimum homerisku tekstunum stuðla hesi fatanini. Fyri tað fyrsta er aoidan Demodokos, hvørs leiklutur í Odysséini er at syngja um kríggið í Troja, blindur. Fyri tað næsta, so sigur rithøvundurin til ta homerisku hymnuna við tann deliska Apollon (sum Homer við tíðini hevur fingið æruna av at skriva) um seg sjálvan: τυφλὸς ἀνήρ, οἰκεῖ δὲ Χίῳ ἔνι παιπαλοέσσῃ ("ein blindur maður, sum býr á fjallaríku Chios"). Fleiri jonisk pláss (Chios, Smyrna, Kyme og sjálvt Kolofon) hava sagt seg vera upprunastaðið har Homer kom frá. Í sjálvum verkinum veit man einki um lív hansara. Verk. Homer hevur fingið æruna av at vera rithøvundur til Iliaduna og Odysséina. I fornøldini segði man eisini, at hann hevði skrivað fleiri aðrar yrkingar, harav fleiri hymnir og epigram eru til enn, umframt tað sonevndu Βατραχομυομαχία ("Batrachomyomachia", "stríðið millum froskar og mús"), ein komiskt hetjuyrking sum er ein parodi uppá Ilionskvæðið. Seinni gjørdist tað tó greitt, at hesi ikki vóru yrkt fyrr enn nakað væl seinni. Í fornøldini varð navnið Homer ofta knýtt at episkari yrking yvirhøvur, tað var ikki fyrr enn í tíðini frá Platon og Aristoteles at Homer varð mettur at vera rithøvundur bert til Iliaduna og Odysséina. Roy Andersson. Roy Andersson, føddur 31. mars 1943 í Uddevalla, er ein svenskur leikstjóri og leikrithøvundur. Í 2008 vann hann Filmvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri filmin "Du levande. Aki Kaurismäki. Aki Kaurismäki, føddur 4. apríl 1957 í Orimattila, er ein finskur filmsleikstjóri og leikrithøvundur. Í 2002 vann hann Grand Prix á filmsfestivalinum í Cannes og Filmvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri filmin "Maðurin uttan fortíð". Stjórnin hjá Anfinni Kallsberg I. Fyrrra stjórnin hjá Anfinni Kallsberg var Føroya landsstýri frá 15. mai 1998 til 6. juni 2002. Í samgonguni vóru Anfinn Kallsberg (FF) sum løgmanni og við ráðharrum úr Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum (TF) og Sjálvstýrisflokkinum (SF). Varaløgmaður og sjálvstýris- og løgmálaráðharrin Høgni Hoydal var harumframt Føroya umboð í Norðurlandaráðnum. Keldur. Stjórnin hjá Annfinni Kallsberg I Annfinn Kallsberg 1 Victor Hugo. Victor Hugo (26. februar 1802 í Besançon, Frakland – 22. mai 1885 í París) var ein franskur rithøvundur, pápi Charles og François Victor Hugo. Uttanfyri Frakland er Hugo mest kendur fyri sínar skaldsøgur, sum seinni vóru gjørdar til filmar, sjónleikir og teknifilmar. Í Fraklandi verður hann roknaður sum ein av teimum størstu rithøvundum, sum skriva á fronskum. Mark Twain. Samuel Langhorne Clemens (30. november 1835 – 21. apríl 1910), betri kendur við rithøvundanavni hansara, Mark Twain, var ein amerikanskur rithøvundur. Hann skrivaði "The Adventures of Tom Sawyer" (1876) og framhaldssøguna av hesi "Adventures of Huckleberry Finn" (1885), tann seinna verður ofta nevn "the Great American Novel." Umframt skaldsøgur og stuttsøgur skrivaði hann eisini ferðafrásagnir og samfelagsrevsandi greinar. Søgan um Huckleberry Finn varð útgivin á føroyskum í 2011, tað var Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið gav bókina út, Gunnar Hoydal týddi. Nakrar søgur hjá Mark Twain eru eisini týddar til føroyskt. Abu Nuwas. Abū Nuwās al-Ḥasan ibn Hānī al-Ḥakamī (756–814), kendur sum Abū Nuwās (arábiskt mál: ابونواس; persiskt mál: ابونواس "Abū Novās"), var ein av teimum trimum størstu arabisku yrkjarunum, sum eisini yrkti á persiskum til tíðir. Hann varð føddur í býnum Ahvaz í dagsins Iran, pápin var arábari, meðan mamman var persari. Hann verður fleiri ferðir nevndur í "Túsund og ein nátt (The Book of One Thousand and One Nights)". Umar ibn al-Khattab. `Umar ibn al-Khattāb (arabiskt, عمر بن الخطاب) (føddur 3. november 581, deyður 644), var ein fylgisveinur hjá stovnaranum av Islam, Muhammed, og hann gjørdist tann næsti statsleiðarin í Rashidun-kalifatinum, sum var tann fyrsta muslimski tjóðin. Hann stýrdi við heitinum "herskari teirra trúgvandi" ("Amir al Muminin"), sum kaliffur í tíðarskeiðnum (634 – 644). Hann verður umrøddur av sunnimuslimum sum `Umar al-Farūq (Umar "Tann sum skilur ímillum satt og falskt"), og er eisini kendur sum Omar hin stóri. Hann varð føddur í Mekka og dugdi at lesa og skriva, sum var óvanligt tá í tíðini. Í fyrstani tá Mohammed gjørdist kendur, var Umar ein av størstu mótstøðumonnum hansara, men einaferð tá hann hoyrdi systir sína lesa úr koranini, gjørdist hann fyrst so illur at hann slóð hana, men so iðraði hann seg og bað hana halda fram at lesa, og so hendi nakað við honum, hann fyltist við kenslum, og sagt verður, at tað var tá ið hann varð umvendur til islamsku trúnna, hildið verður, at tað var Sura Ta-Ha, tann 20. sura'in, ið systirin læs upp fyri honum. Saman við nógvum øðrum flutti Umar úr Mekka til Medina í 622. Dóttir Umars, Bibi Hafsa, giftist við Mohammed í 625. Meðan Omar var kaliffur, avgjørdi hann at dríva jødarnar burtur av arábisku hálvoynni. Sambært søgufrøðinginum al-Waqidi kom Umar at hugsa um tað, ið Muhammed hevði sagt, tá hann lá fyri deyðanum, at tað ikki skuldu vera tveir átrúnaðir í Arábia. Hann tryggjaði sær, at Muhammed veruliga hevði sagt hetta, og síðan gav hann boð um, at jødarnir skuldu fara av arábisku hálvoynni. .ae. .ae er økisnavnið hjá Sameindu Arábisku Emiratunum. .af. .af er økisnavnið hjá Afganistan. .ag. .ag er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Antigua og Barbuda.. .al. .al er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Albania. .am. .am er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Armenia. Tað verður tó eisini í einstøkum førum brúkt til AM-útvarpsstøðir. .ao. .ao er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Angola. .br. .br er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Brasil. .nl. .nl er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Niðurlond. .eu. .eu er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til ES (Evropeiska Samveldið). .mg. .mg er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Madagaskar. .tc. .tc er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Turks- og Caicosoyggjar. .tw. .tw er eitt internets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Taivan. .pf. .pf er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Franska Polynesia. .zw. .zw er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Simbabvi. .aq. .aq er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Antarktis. .ar. .ar er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Argentina. .as. .as er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Amerikanska Sámoa. .at. .at er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Eysturríki. .bs. .bs er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Bahamaoyggjar. .au. .au er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Avstraliu. .aw. .aw er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Aruba. .fj. .fj er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Fiji. .mn. .mn er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Mongolia. .pr. .pr er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Puerto Riko. .bt. .bt er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Butan. .be. .be er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Belgiu. .mu. .mu er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Móritius. .na. .na er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Namibiu. .sv. .sv er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til El Salvador. .pa. .pa er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Panama. .vn. .vn er eitt internets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Vjetnam. .bw. .bw er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Botsvana. .by. .by er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Hvítarussland. .bz. .bz er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Belis. .cc. .cc er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kokosoyggjarnar. .cd. .cd er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. .fk. .fk er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Falklandsoyggjarnar. .fm. .fm er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Mikronesia. .ga. .ga er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Gabon. .gd. .gd er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Grenada. .ge. .ge er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Georgia. .gf. .gf er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Franska Gujana. .gg. .gg er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Guernsey. .gh. .gh er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Gana. .gi. .gi er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Gibraltar. .gm. .gm er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Gambia. .gn. .gn er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Guinea. .gs. .gs er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Suðursandwichoyggjar og Suðurgeorgia. .gt. .gt er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Guatemala. .gu. .gu er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Guam. .gw. .gw er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Guinea-Bissau. .gy. .gy er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Gujana. .hk. .hk er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Hongkong. .hn. .hn er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Honduras. .hr. .hr er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kroatia. .ht. .ht er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Haiti. .hu. .hu er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Ungarn. .id. .id er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Indonesia. .il. .il er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Ísrael. .im. .im er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Isle of Man. .in. .in er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til India. .iq. .iq er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Irak. .ir. .ir er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Iran. .je. .je er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Jersey. .jm. .jm er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Jamaika. .jo. .jo er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Jordan. .jp. .jp er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Japan. .ke. .ke er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kenja. .kg. .kg er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kirgisistan. .kh. .kh er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kambodja. .ki. .ki er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kiribati. .km. .km er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Komorurnar. .kp. .kp er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Norðurkorea. .kr. .kr er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Suðurkorea. .kw. .kv er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kuveit. .ky. .ky er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Caymanoyggjar. .kz. .kz er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kasakstan. .la. .la er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Laos. .lb. .lb er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Libanon. .li. .li er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Liktinstein. .lk. .lk er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Sri Lanka. .lr. .lr er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Liberia. .ls. .ls er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Lesoto. .ma. .ma er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Marokko. .mr. .mr er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Móritania. .ms. .ms er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Montserrat. .mt. .mt er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Malta. .mv. .mv er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Maldivurnar. .mw. .mw er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Malavi. .mx. .mx er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Meksiko. .my. .my er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Maleisia. .mz. .mz er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Mosambik. .ne. .ne er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Niger. .nf. .nf er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Norfolkoy. .ng. .ng er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Nigeria. .ni. .ni er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Nikaragua. .np. .np er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Nepal. .nr. .nr er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Nauru. .nz. .nz er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Ný Sæland. .om. .om er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Oman. .pe. .pe er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Peru. .pg. .pg er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Ný Guinea. .ph. .ph er eitt internets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Filipsoyggjarnar. .pk. .pk er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Pakistan. .ps. .ps er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Palestina. .pw. .pw er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Palau. .py. .py er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Paraguei. .qa. .qa er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Katar. .re. .re er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Reunion. .ro. .ro er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Rumenia. .rs. .rs er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Serbia. Tin. Tin (latin "Stannum") er eitt frumevni við atomnummarinum 50 í skeiðbundnu skipanini. Súmbol Sn. James Gandolfini. James Joseph Gandolfini, Jr (18. september 1961 – 19. juni 2013 í Rom, Italia) var ein amerikanskur sjónleikari, sum eitt nú var kendur fyri sín leiklut sum Tony Soprano í tí amerikonsku dramarøðini The Sopranos. Kolevni. Kolevni (Carbon) er eitt frumevni, tað er nummar 6 í skeiðbundnu skipaninini. Kolevni er grundarsteinurin í øllum lívrunnum tilfari, og verður ofta brúkt sum mát fyri nøgd av lívrunnum tilfari. Løgtingslimir í Føroyum 1994-98. Tað vóru 32 løgtingslimir á Føroya Løgtingi millum løgtingsvalini 1994 og 1998. Løgtingslimir í Føroyum 1990-94. Tað vóru 32 løgtingslimir á Føroya Løgtingi millum løgtingsvalini 1990 og 1994. Løgtingslimir. Her verður roknað við øllum valdum løgtingslimum og eykavald, sum møttu fast á tingi, tí tann valdi gjørdist landsstýrismaður, løgmaður ella sum í einum føri, at tann valdi løgtingslimurin andaðist. Løgtingslimir í Føroyum 1984-88. Tað vóru 32 løgtingslimir í Føroya Løgtingi millum løgtingsvalini 1984 og 1988. Løgtingslimir í Føroyum 1988-90. Tað vóru 32 løgtingslimir á Føroya Løgtingi millum løgtingsvalini 1988 og 1990. Breyð. Breyð er ein bólkur av grundleggjandi føðivørum, sum verður framleitt við baking ella steiking. Tað verður gjørt við deiggi, ið verður rørt saman av mjøli og vatni, har ið livandi gersoppar verða tilsettir ella súrdeiggj eller eitt kemiskt hevievni. Breyð er vælumtókt í vesturheiminum. Tað verður oftast gjørt av hveitimjøl, men í kaldari samfeløgum verður rug ofta nýtt sum breyðkorn. Ymiskt annað kann tilsetast, tá ein bakar breyð, eitt nú salt, sukur, hunangur, fitievni, egg, krúdd, krúddurtir. Breyð er ein av elstu føðivørum ið man veit um, tað kann sporast aftur til steinøldina. Eilif Mortansson. Daniel Jacob Eilif Mortensen (betri kendur sum Eilif Mortansson) (14. januar 1916 í Trongisvági – 1989) var ein føroyskur rithøvundur, sum (undir dulnevninum Gretha Stevns) hevur skrivað eina langa røð av gentuskaldsøgum um "Pernille" og "Susy". Hann skrivaði eisini undir dulnevninum Peter Pløk. Hann skrivaði á donskum. Hann gekk á præliminærskúlanum á Tvøroyri, har hann fekk prógv í 1930, síðan flutti hann til Danmarkar, har hann gekk á Rungsted Gymnasium, har hann fekk prógv í 1933. Hann varð búgvandi í Danmark, giftist í 1942 við Grethe Hansen-Stevns. Hansara fyrsta bók útkom í 1949 við heitinum "Færøske stemninger" (stuttsøgur). Hann læs eitt nú løgfrøði og starvaðist í fleiri ár á tí kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn (Det kongelige Bibliotek). Skaldsøgan Malan, sum kom út á donskum í 1956 er týdd til fleiri mál, eitt nú til týskt, serbiskt, slovenskt, finskt og svenskt. Cher. Cher, fødd Cherilyn Sarkisian 20. mai 1946, er ein amerikonsk songkvinna og sjónleikari. .rw. .rw er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Ruanda. .sa. .sa er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Saudiarabia. .sb. .sb er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Sálomonoyggjarnar. .sc. .sc er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Seyskelloyggjarnar. .sd. .sd er eitt internets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Sudan. .sg. .sg er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Singapor. .sh. .sh er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til St. Helenu. .si. .si er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Slovenia. .sk. .sk er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Slovakia. .sl. .sl er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Sierra Leonu. .sm. .sm er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til San Marino. .sn. .sn er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Senegal. .so. .so er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Somalia. .sr. .sr er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Surinam. .sx. .sx er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Sint Maarten. .sy. .sy er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Sýria. .sz. .sz er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Svasiland. .tg. .tg er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Togo. .th. .th er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Teiland. .tj. .tj er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Tadsjikistan. .tk. .tk er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Tokelau. .tl. .tl er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Eysturtimor. Fyrr var tjóðarøkisnavnið.tp, men tað verður ikki brúkt longur. .tm. .tm er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Turkmenistan. .tn. .tn er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Tunesia. Le Corbusier. Le Corbusier (Charles-Édouard Jeanneret-Gris) (6. oktober 1887 í La Chaux-de-Fonds, Sveis – 27. august 1965 í Roquebrune-Cap-Martin, Frakland) var ein sveisiskt føddur arkitektur, møbularkitekt, býarplanleggjari, rithøvundur, myndahøggari og listamálari, og ein av teimum týdningarmiklu persónunum innan modernismuna. Hann varð føddur í Sveis, men gjørdist franskur ríkisborgari í 1930. Hann var pionerur og gjørdi nógv fyri at betra um livivilkorini hjá íbúgvum í tætt bygdum býum. Hansara karriera fevndi um fimm áratíggju, har bygningar, ið hann hevði teknað, vóru bygdir ymsastaðni í heiminum: í Miðevropa, India, Russlandi og ein í Norðuramerika og ein í Suðuramerika. Hann gjørdi uppskot um, hvussu man kundi út- ella umbyggja býirnir São Paulo, Rio de Janeiro og Montevideo (1929), Genève, Antwerpen og Stockholm (1933). Hann móttók Frank P. Brown Medaljuna og AIA Gull Medaljuna í 1961. Hann doyði undir einum svimjitúri í Miðjarhavinum við býin Roquebrune-Cap-Martin í Fraklandi, har hann búði í eini smáttu seinastu árini av lívinum. Albrecht Dürer. Albrecht Dürer (føddur 21. mai 1471 í Nürnberg, deyður 6. apríl 1528 sama stað) var ein týskur málari, teknari, grafikari, gullsmiður og listateoretikari. Hann verður roknaður sum tann fremsti myndalistamaðurin í tí týska ríkinum undir reformasjónini, og sum ein av teimum fremstu listafólkunum í vesturlendsku listasøguni. Tað er serliga sum grafikari, at hann hevur fingið hesa viðurkenningina. Guðmundur Joensen. Guðmundur Joensen úr Hoyvík er ein føroyskur ítróttamaður, sum íðkar triatlon og súkkling. Triatlon fevnir um súkkling, renning og svimjing. Hann hevur eitt nú vunnið FM í súkkling í 2012 og í 2013 gjørdist hann nummar tvey á Oyggjaleikunum á Bermuda. Í mai 2013 gjørdist hann nummar fimm í hálvum Ironman kapping í Lissabon í Portugal við tíðini 4 tímar 2 minuttir og 46 sekund. Í juni 2012 vann hann triatlon kapping í Íslandi við tíðini 2 tímar og 4 minuttir á OL teininum, sum er 1500 metrar svimjing, síðan 40 kilometrar súkkling, og at enda 10 kilometrar renning. Í 2013 gjørdist hann nummar 18 til HM í Ironman í Las Vegas. Hin 1. mai 2014 varð ein dokumentarsending í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya um Guðmund. Sendingin hevði heitið "Føroyski jarnmaðurin". Hann tók farloyvi frá arbeiði frá januar 2014 og íðkaði triatlon burturav eina tíð. Bróðir hansara Kristian Martin Joensen gjørdist tá venjari hansara og Elsa Maria Bærendsen gjørdi venjingar við honum einaferð um vikuna. Hann er útbúgvin múrari og hevur eisini starvast sum varaleiðari í svimjihøllini í Havn. Guðmundur luttók á fleiri triatlonkappingum í 2014, eitt nú á hálv-ironman í Lissabon. Í 2015 umboðaði hann Føroyar á Oyggjaleikum á Jersey. Í 2016 varð hann settur í starv sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni. HM í Ironman 2013. Guðmundur luttók i heimsmeistarakapping í Ironman í Las Vegas, USA í september 2013. Hann gjørdist nummar 18. Samlaða tíðin gjørdist 4 tímar, 32 minuttir og 24 sekund. Hann brúkti 27 minuttir og 39 sekund um svimjingina, 2 tímar, 30 minuttir og 53 sekund um súkklingina og ein tíma, 28 minuttir og 52 sekund um renningina. FM 2012. Hann hevur vunnið FM í 2012 á tí sonevnda OL-teininum við tíðini 2 tímar 14 minuttir og 55 sekund. Hann vann hóast hann hevði eitt óhapp, har annað hjólið á súkklu hansara mátti skiftast, og so mátti hann bíða til eitt nýtt hjól kom úr Havnini, eftir ætlan skuldi eitt dekk havt ligið við vendipunktið í Kaldbak, men av misgáum lá tað ikki har. Gunnar Dahl-Olsen. Gunnar Dahl-Olsen er ein føroyskur ítróttamaður, sum serliga hevur staðið seg væl innan súkkling. Hann hevur verið virkin súkklari í fleiri ár og hevur vunnið nógv heiðursmerki. Í føroysku kappingini Kring Føroyar hevur hann fýra ferðir fingið silvur og seks ferðir bronsu. Í september 2013 vann hann FM í landavegskoyring (eitt slag av súkkling). 1690-árini. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini - 1690-árini - 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini 1740-árini Ár: 1690 1691 1692 1693 1694 1695 1696 1697 1698 1699 1680-árini. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini - 1680-árini - 1690-árini 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini Ár: 1680 1681 1682 1683 1684 1685 1686 1687 1688 1689 Manaus. Manaus (portugisiskt: "Manaus") er ein býur í Brasil. Í kommununi búgva 1.982.179 íbúgvar, meðan fólkatalið í stórbýarøkinum er 2,316,173 (2013). Býurin liggur í Norðurbrasil við staðið har ið áirnar Negro og Solimões renna saman. Manaus er høvuðsstaður í lutstatinum Amazonas og er eisini fólkaríkasti býur í statinum. Býurin varð settur á stovn í 1669 sum ein skansi, "Fort of São José do Rio Negro". Skansin gjørdist býur (town) í 1832 við navninum "Manaus", sum merkir "móðir gudanna" hetta til æru fyri upprunafólkinum Manaós, og varð formliga gjørdur til ein stórbý (city) hin 24. oktober 1848 við navninum "Cidade da Barra do Rio Negro", Portugisiskt fyri "Býurin við markið á Svørtu Ánni". 4. september 1856 fekk býurin aftur verandi navnið Manaus. Manaus hevur eitt vakurt operahús, sum varð bygt í tíðini, tá býurin var miðdepil fyri gummiframleiðslu. Nógv verður útflutt úr Manaus, eitt nú nøtir, gummi, timbur, krokodilluskinn og kakao. Býurin hevur ein altjóða flogvøll, Eduardo Gomes. Fyri at fáa útlendskar fyritøkur at koma til býurin virkar býurin sum eitt fríhandilsøki. Býurin verður ein av vertsbýunum til heimsmeistaraskapin í fótbólti, har Brasil er vertstjóð. 1670-árini. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini - 1670-árini - 1680-árini 1690-árini 1700-árini 1710-árini 1720-árini Ár: 1670 1671 1672 1673 1674 1675 1676 1677 1678 1679 1660-árini. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini - 1660-árini - 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini 1710-árini Ár: 1660 1661 1662 1663 1664 1665 1666 1667 1668 1669 1650-árini. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini - 1650-árini - 1660-árini 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini Ár: 1650 1651 1652 1653 1654 1655 1656 1657 1658 1659 1640-árini. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini - 1640-árini - 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini 1690-árini Ár: 1640 1641 1642 1643 1644 1645 1646 1647 1648 1649 Erna Solberg. Erna Solberg (fødd 24. februar 1961 í Bergen) er forsætisráðharri í Noregi og forkvinna í Høgraflokkinum. Hon hevur verið floksleiðari í Høgra síðan 2004 og hevur verið vald inn á Stórtingið fyri Hordaland síðan 1989. Í 2005 gjørdist hon eisini tingsleiðari fyri Høgra í Stórtinginum. Erna var forkvinna í "Høyrekvinners Landsforbund" 1993–1994, kvinnupolitiskur leiðari í Høgra 1994–1998, kommunu- og fylkismálaráðharri 2001–2005 og 1. varaformaður í Høgra 2002–2004. Á stórtingsvalinum í september 2013 vann flokkur hennara valið við 26,8% av atkvøðunum. Borgarligi vongurin vann eisini valið við 96 tingsessum. Hin 16. oktober 2013 gjørdist hon forsætisráðharri Noregs, tá hon skipaði stjórn, sum er ein minnilutasamgonga millum Høgra og Fremskrittspartiet. 1630-árini. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1580-árini 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini - 1630-árini - 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini Ár: 1630 1631 1632 1633 1634 1635 1636 1637 1638 1639 1620-árini. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1570-árini 1580-árini 1590-árini 1600-árini 1610-árini - 1620-árini - 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini Ár: 1620 1621 1622 1623 1624 1625 1626 1627 1628 1629 1610-árini. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini 1600-árini - 1610-árini - 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini Ár: 1610 1611 1612 1613 1614 1615 1616 1617 1618 1619 1600-árini. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini - 1600-árini - 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini Ár: 1600 1601 1602 1603 1604 1605 1606 1607 1608 1609 1797. 1797 (MDCCXCVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1792. 1792 (MDCCXCII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1782. 1782 (MDCCLXXXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1772. 1772 (MDCCLXXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum Simone de Beauvoir. Simone De Beauvoir (Simone Lucie-Ernestine-Marie-Bertrand de Beauvoir, fødd 9. januar 1908, deyð 14. apríl 1986) var ein franskur heimspekingur, feministur, og rithøvundur. Hon hevði stóra ávirkan á feministiska eksistensialismu og á feministiskt ástøði. Hon skrivaði skaldsøgur, essays, lívsævisøgir, eina sjálvsævisøgu, monografar um filosofi, politikk og sosialmál. Hon er mest kend fyri skaldsøgurnar, eitt nú "She Came to Stay" og "The Mandarins", eins og hon er kend fyri bókina frá 1949 "The Second Sex" (Le Deuxième Sexe), sum analyserar kvinnukúganina. 1762. 1762 (MDCCLXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1752. 1752 (MDCCLII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1742. 1742 (MDCCXLII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1732. 1732 (MDCCXXXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum 1722. 1722 (MDCCXXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1712. 1712 (MDCCXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum Deadmau5. Deadmau5 (føddur 5. januar 1981 í Niagara Falls, Ontario, Kanada; borgarliga navn: Joel Thomas Zimmerman) er ein kanadiskur tónleikaframleiðari. Í 2012 var sangurin, Raise Your Weapon, sum føroyska Greta Svabo Bech syngur, tilnevndur eina Grammy Award. Sangurin er av studiofløguni 4x4=12, sum eisini varð tilnevnd á Grammy Awards 2012. 4x4=12. Albummið 4x4=12 er triðja studio-tónleikaútgávan hjá kanadiska tónleikaframleiðaranum Deadmau5. Føroyska Greta Svabo Bech syngur sangin "Raise Your Weapon". Grammy Award. Grammy Awards (upprunaliga nevnt Gramophone Awards) er ein røð av amerikonskum tónleikavirðislønum, sum verða handaðar av Recording Academy fyri ársins bestu framleiðslur og framførslur innan tónleikavinnuna. Virðislønin varð stovnað í 1959. Grammy verður mett at vera líka týdningarmikil virðisløn fyri tónleikavinnuna, sum Oscar-virðislønin er tað fyri filmsvinnuna. Handanin verður vanliga hildin í februar og í løtuni eru tað ikki færri enn 108 ymiskir bólkar. Grammy verður saman við Billboard Music Award, American Music Awards, og Rock and Roll Hall of Fame mett at verða ein av teimum týdningarmestu tónleikavirðislønunum í USA. Tað árliga Grammy show'ið er ein av teimum størstu kommersiellu hendingunum í tí amerikonsku tónleikavinnuni, og veitslan verður víst í sjónvarpi kring allan heimin. Grammy-virðislønirnar verða handaðar eftir at limirnir í Recording Academy hava atkvøtt fyri teimum tilnevndu. 1702. 1702 (MDCCII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi. Heri Ziska. Heri Ziska (føddur 12. oktober 1967) er ein føroyskur ítróttamaður, sum hevur gjørt seg galdandi innan frælsan ítrótt. Hann starvast á Jarðfeingi, hevur eitt Cand.scient.-prógv í havjarðfrøði frá Aarhus Universitet (1988—1994) og ein Master-scient í Management (leiðslu) frá Robert Gordon University í Aberdeen, Skotlandi (2002—2005). Lívsleið innan frælsan ítrótt. Ziska hevur verið limur í Stráluni (1989-1991), Bragdinum (1991-2008) og Hvirluni (2008-) í Føroyum, Aarhus 1900 í Danmark og Belgrave Harriers í Skotlandi. Hann vann eitt silvurheiðursmerki á DM í klingruvarpi 1999. Oyggjaleikir. Hann vann kappingina í klingruvarpi á "Oyggjaleikum" 1999 og 2003 og eigur tað føroyska metið í klingruvarpi, hamarkasti, vektkasti og kastifimmkampi. I 2013 luttók hann á 2013 á Bermuda, hann fekk bronsu í klingruvarpi, tá hann kastaði 39,77 metrar. Bronsuheiðursmerki var hansara 14. heiðursmerki á Oyggjaleikunum. Badminton á Oyggjaleikunum 2013. Badminton á Oyggjaleikum 2013 varð spælt í Jessie Vesey Sports Center, sum er á Bermuda High School for Girls í Pembroke Parish, Bermuda. Kappingin fór fram í døgunum 14. til 19. juli 2013. Føroyar kláraði seg sera væl og fekk eitt gull-, eitt silvur- og tvey bronsuheiðursmerki. 1801. 1801 (MDCCCI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1803. 1803 (MDCCCIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1804. 1804 (MDCCCIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1805. 1805 (MDCCCV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1806. 1806 (MDCCCVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum UEFA Champions League. UEFA Champions League er ein fótbóltskapping fyri evropeisk topp-feløg, sum verður fyriskipað av UEFA. Áðrenn 1993 var almenna navnið á kappingini European Champion Clubs' Cup, Tann Evropeiska Meistaraliðskappingin, og bert vinnarar av tí heimligu ligani kundi luttaka. Octave Mirbeau. Octave Mirbeau (16. februar 1848 í Trévières, Frakland – 16. februar 1917 í París) var ein franskur rithøvundur, blaðmaður og listaummælari. Verk hansara eru týdd til 30 onnur mál. Hann skrivaði fleiri skaldsøgur og sjónleikir og umleið 200 stuttsøgur. Lord Byron. George Gordon Byron, 6. Baron Byron, seinni George Gordon Noel, 6. Baron Byron (22. januar 1788 – 19. apríl 1824), best kendur sum Lord Byron, var eitt skald úr Onglandi og ein av undangongumonnunum innan ta romantisku rørsluna. Av hansara kendastu verkum eru tær longu frágreiðandi yrkingarnar "Don Juan" og "Childe Harold's Pilgrimage" og yrkingin "She Walks in Beauty." Hann verður mettur at vera ein av størstu yrkjarum Bretlands. Hann ferðaðist fyri at stríðast ímóti tí Ottomanska Ríkinum í grikska frælsisstríðnum, og fyri hetta verður hann av grikkum sæddur sum ein tjóðarhetja. 1807. 1807 (MDCCCVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1808. 1808 (MDCCCVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. .az. .az er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Aserbadsjan. Tað verður tó eisini í einstøkum førum brúkt til AZ-útvarpsstøðir. Radio Studio 54 Network. Radio Studio 54 Network er ein útvarpsrás í Locri, í Italia. Radio Studio 54 Network er stovnað í 1985. Radio Studio 54 Network logo Victoria Silvstedt. Karen Victoria Silvstedt (fødd 19. september 1974 í Skellefteå í Svøríki) er ein svensk modell, sjónleikarinna og sjónvarpsvertur. Hon tosar flótandi svenskt, enskt, franskt og italskt. Laila av Reyni. Laila av Reyni er ein føroysk songkvinna, sangskrivari, mótasniðgevi, undirvísari og innanduraarkitektur. Hon hevur verið mest kend fyri at skapa vakrar kjólar, eitt nú hevur tann danska modellin til Miss World 2012 gingið á catwalk í kjólum, sum Laila hevur skapað. Í 2013 gav hon út sína fyrstu solofløgu. Áðrenn tað hevði hon roynt seg sum backing sangara og hevur eitt nú sungið duett saman við Magna á Lakjuni og Stanley Samuelsen, men hetta er fyrstu ferð, at hon útgevur nakað í egnum navni. Hon almannakunngjørdi fyrsta staklagið av fløguni eina viku áðrenn fløgan kom út. Lagið nevnist "Freaks". Vikuna eftir kunngjørdi hon lagið "Black", sum hon hevur skrivað til minnis um beiggja sín, Suna Joensen (1975-89), sum gjørdist einast 13 ára gamal. Laila hevur samstarvað við Gunnar G. Guttesen, tá hon hevur skrivað sangirnar. Niclas Johannesen spælir el-guitar, Angelika og Anna av Váli Smith spæla strúkarar, eitt ungdómskór úr Kollafirði syngur kór. Gunnar Guttesen spælir øll hini ljóðførini á fløguni. Løgini eru spæld inn í Krisstoff Studio. Í februar 2016 gav hon aðru fløguútgágu sína út, fløgan hevur heitið Stay. Døgg Nónsgjógv. Døgg Nónsgjógv (fødd 26. mars 1996) er ein føroysk songkvinna. Hon er ættað Innan Glyvur og býr í løtuni á Argjum og arbeiðir sum hjálparfólk á dagstovninum í Hoyvík. Døgg sang í sjónvarpssendingini Likkulikkuleia, tá ið hon var fýra ára gomul og seinni vann hon eina talentkapping á Skála. Hon fór í gongd við at skriva sangir, tá ið hon var 12 ára gomul. Hon var bert 17-ára gomul, tá hon í mars 2013 framførdi egin løg í Norðurlandahúsinum saman við Hans Jacob Kollslíð í samband við stuðulskonsert, ið Berin skipaði fyri, tá framførdu Eivør og Hanus G. Johansen eisini. Berin er ein felagsskapur fyri børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin ella onkran annan, ið stendur teimum nær. Døgg misti pápa sín, Birgir Nónsgjógv, í november 2004, tá var hon bert 8 ára gomul. Pápi Døgg gav út eina fløgu, Birgir og Jónsvein - Jacta est alea, ið merkir Terningarnir eru kastaðir. Fløgan kom tó ikki kom út fyrr enn eftir deyða hansara. Døgg og Hans Jacob vóru gestir í útvarpsstovuni hjá Kringvarpi Føroya 3. mai 2013 í sendingini Góðan morgun Føroyar, har Rúni Jákupsson hevði samrøðu við tey. Tey framførdu sangin "Tú tók mína hond", sum eisini var plettskotið hjá Kringvarpinum í viku 38 í 2013. Hon gav út tvey løg á iTunes í september 2013, tað vóru sangirnir "Tú tók mína hond", sum er ein glaður kærleikssangur, og "Tú ert hjá mær", sum er ein sangur, ið hon hevur skrivað til minnis um pápan. Desember 2013 gav hon lagið, Nú er jól, út, ið eisini var plettskot hjá Kringvarpinum. Hin 9. oktober 2015 gav hon út sína fyrstu fløgu, ið ber heitið Nón og hevur 8 sangir. Tey fyrstu stakløgini, ið hon gav út "Tú tók mína hond" og "Tú ert hjá mær" eru við á fløguni. Heitið Nón vísir m.a. til fyrra partin av eftirnavninum hjá Døgg, og tað var eisini eftirnavnið hjá pápanum. Nónsgjógv er eitt staðarnavn úr Eysturoynni, av fjallinum Gráfelli, har ið man sær fram við Gjógv. Tá ið klokkan er trý, er nón, og tá sær sólin í gjónna frá november til mars. Sangurin "Tú tók mína hond" vann eina heiðursløn á FMA 2014 sum Ársins sangur í Pop/Rock bólkinum. Døgg var gestur í útvarpsendingini Brunsj, har Eyðfinn Jensen prátaði við hana um fløguna. Døgg greiddi frá, at ein av sangunum, "Túsundtals Ár", var ein, ið hon ikki hevði skrivað sjálv, men tað var ein sangur, ið pápi hennara hevði dámdað so væl, og sang hann ofta, meðan hann livdi. Talan var um ein sang hjá Una Arge, ið Døgg hevur fingið loyvi til at útgeva, har ið hon sjálv syngur. Á fløguni hjá Døgg er ein upptøka frá jólum 2003, har pápin spælir guitar, tikin við í sangin "Túsundtals Ár". Vest Pack. Vest Pack er ein føroysk fyritøka, sum framleiðir plastposar, etikettir og ymiskt annað, mest av plast, tó er fyritøkan eisini heildarveitari av pakkitilfari, t.d. pappeskjur, blokkumsløg, pakkimaskinur osfr. Fyritøkan er í Vestmanna og varð stovnað í 1994. Í 2013 varð fyritøkan heiðra av Vinnuhúsinum og varð valt til Ársins virki, sagt varð m.a. at Vest Pack útflytir umleið 20-25% av framleiðsluni. Stjóri er Jóan Magnus Olsen. Fyritøkan hevur umhvørvisgóðkenning og er ISO 9001 góðkend. .ba. .ba er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Bosnia og Hersegovina. .bb. .bb er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Barbados. .bd. .bd er eitt internets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Bangladesj. .bf. .bf er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Burkina Faso. .bg. .bg er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Bulgaria. .bh. .bh er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Barein. .bi. .bi er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Burundi. .bj. .bj er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Benin. .bm. .bm er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Bermuda. .bn. .bn er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Brunei. .bo. .bo er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Bolivia. .cf. .cf er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Miðafrikalýðveldið. .cg. .cg er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Lýveldið Kongo. .ch. .ch er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Sveis. .ci. .ci er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Fílabeinsstrondina. .ck. .ck er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Cookoyggjarnar. .cl. .cl er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kili. .cm. .cm er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kamerun. .cn. .cn er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kina. .co. .co er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kolumbia. .cr. .cr er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kosta Rika. .cu. .cu er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kuba. .cv. .cv er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Grønhøvdaoyggjarnar. .cx. .cx er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Jólaoynna (Christmas Island), sum liggur í Indiska Havinum. .cy. .cy er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kýpros. .dj. .dj er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Djibuti. Édith Piaf. Edith Piaf, fødd Édith Giovanna Gassion, (19. desember 1915 – 10. oktober 1963) var ein av best umtóktu songkvinnum Fraklands. Hon var kend undir navninum "La Môme Piaf" ("Spurvurin"). Hon var ein fronsk varieté- og konsertsongkvinna. Mong minnast hana fyri fleiri franskir evergreens sum "La Vie en rose", "Non, je ne regrette rien", "Hymne à l'amour", "Mon légionnaire" og "Milord". Hon var ein persónligheit út yvir tað vanliga, hon gav íblástur til nógvar sangskrivarar, var mentor fyri fleiri ung listafólk og var altjóða viðurkend, hóast hon hevði sálarligir trupulleikar. Édith Piaf var eisini sjónleikarinna bæði í sjónleikarhúsum og á filmi. Hon var gift tvær ferðir, fyrst við Jacques Pills 1952-57 og síðan við Théo Sarapo frá 1962. Edward Moss. Edward Moss (føddur 11. juli 1977)) er ein amerikanskur sjónleikari, dansari og skemtari, sum er best kendur fyri at spæla leiklutin sum heimskendi sangarin Michael Jackson í filmum og sjónvarpsrøðum. Joseph Haydn. Joseph Hayden, málningur eftir Ludwig Guttenbrunn umleið ár 1770. Franz Joseph Haydn (31. mars 1732 í Rohrau – 31. mai 1809 í Wien) var ein eysturríkskur tónasmiður. Haydn skapaði sonatuformin og ta klassisku symfoniina í fýra satsum. Hann byrjaði wienerklassikkaran og komponeraði yvir 100 symfoniir. Sum eysturríkari brúkti Haydn ein stóran part av síni tónleika karrieru sum tónleikari fyri tað ríku familjuna Eszterházy á teirra ognum. Eftirsum hann var isoleraður frá øðrum tónasmiðum og tendensum í tóneikaheiminum var hann, sum hann sjálvur segði tað, "noyddur til at vera originalur". Joseph Haydn var ein av týdningarmestu eksponentunum fyri wienerklassikkin saman við Wolfgang Amadeus Mozart og Ludwig van Beethoven. Symfoniir. Haydn skrivaði 106 symfoniir. 104 av hesum vóru í 1908 klassifiseraðar av Eusebius Mandyczewski sambært tí tá galdandi kronologi. Floytukonsert. Hob.VIIf:1 – Floytukonsert í D-dur (áðrenn 1780?) (horvin) Konsertir fyri dreiulíru. Skrivað eftir bílegging frá kong Ferdinand IV av Napoli (1751–1825) 1809. 1809 (MDCCCIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Dánial Hoydal. Dánial Hoydal (føddur 14. juni 1976 í Tórshavn) er føroyskur rithøvundur, týðari og samskiftisráðgevi. Hann er útbúgvin cand.mag í retorikki og informatikki. Hann hevur skrivað tekstin til Ólavsøkukantatuna, sum varð framførd á 1000 ára haldinum fyri kristnan Føroya, hevur týtt sangspølini Godspell og Ótrúliga dreymakotið hjá Jósefi og hevur skrivað tekstin til fyrstu føroysku operaina, sum Sunleif Rasmussen hevur skrivað tónleikin til. Operain Í Óðamansgarði byggir á stuttsøguna: Den gale mands have hjá Williami Heinesen og varð frumframførd í 2006. Elin á Rógvi. Elin á Rógvi (føddur 3. mars 1976 í Tórshavn) er ein føroyskur rithøvundur, songkvinna, skemtari og vertur í barnaútvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Hon spældi Meylu í barnatiltakinum Lort í býin, sum Barnablaðið Strok skipaði fyri. Í sambandi við tiltøkini varð ein tónleikafløga útgivin í 2007 við heitinum Lort í býin. Elin á Rógvi sang fleiri av sangunum antin sjálv ella saman við øðrum og hevði eisini skrivað tekstin til fleiri sangir. Elin er dóttir Eyðun á Rógvi og Sunnevu Dalsgaard og systir Kára á Rógvi, sála og Hera á Rógvi. 1798. 1798 (MDCCXCVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1799. 1799 (MDCCXCIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1796. 1796 (MDCCXCVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1791. 1791 (MDCCXCI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1790. 1790 (MDCCXC) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1793. 1793 (MDCCXCIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1794. 1794 (MDCCXCIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1795. 1795 (MDCCXCV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1788. 1788 (MDCCLXXXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum leygardegi. .dm. .dm er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Dominika. .do. .do er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Dominikanalýðveldið. .dz. .dz er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Algeria. .ec. .ec er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Ekvador. .eg. .eg er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Egyptaland. .er. .er er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Eritrea. .et. .et er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Etiopia. .ai. .ai er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Anguilla. 1786. 1786 (MDCCLXXXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1778. 1778 (MDCCLXXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1783. 1783 (MDCCLXXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1781. 1781 (MDCCLXXXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1771. 1771 (MDCCLXXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Bas Jan Ader. Bas Jan Ader (føddur Bastiaan Johan Christiaan Ader, 19. apríl 1942 í Winschoten, deyður 1975) var ein niðurlendskur listamaður, myndamaður og filmframleiðari. Hann búði í Los Angeles seinastu 10 árini av lívinum. Hann gekk burtur í seglbáti sínum í 1975, tá hann royndi at sigla einsamallur tvørtur um Norðuratlantiska havið, ferðin byrjaði í Cape Cod, Massachusetts, USA. Hann vann ikki upp land og nakað seinni rak báturin mannleysur upp á land í Írlandi. Jeff Foxworthy. Jeffrey Marshall "Jeff" Foxworthy (føddur 6. september 1958)) er ein amerikanskur sjónleikari, raddaleikari og skemtari. Hann er ein av limunum í Blue Collar Comedy Tour saman við Larry the Cable Guy, Bill Engvall og Ron White. Hann er kendur fyri sínar "You might be a redneck" one-liners skemt og hevur útgivið seks album við skemti á stórum plátufeløgum. Tvær tær vóru sertifiseraðar tríggjar ferðir: Platin hjá Recording Industry Association of America. Foxworthy hevur skrivað fleiri bøkur við støði í sínum rednecks skemti eins og hann hevur útgivið eina bók við endurminningum við heitinum "No Shirt, No Shoes... No Problem!". Omar Gooding. Omar M. Gooding (føddur 19. oktober 1976) er ein amerikanskur sjónleikari, rappari, raddaleikari og skemtari. Hann gjørdist kendur, eftir at hann spældi við í skemtifilminum "Ghost Dad". Síðan tá hevur hann spælt í filmum sum t.d. "Baby Boy", "The Ernest Green story", og "Smart Guy". Hann er eisini kendur undir kunstnaranavninum Big O. Giovanni Ribisi. Antonino Giovanni Ribisi (føddur 17. desember 1974)) er ein amerikanskur sjónleikari og framleiðari, ið hevur spælt við í meira enn 40 filmum og 25 sjónvarps skemtisendingum. Faðir hansara, Albert Anthony Ribisi, er ein tónleikari, ið hevur verið keyboardspælari í bólkinum People!, og móðir hansara, Gay (fødd Landrum), er manager fyri sjónleikarar og rithøvundar. Hann er tvíburðabróður sjónleikarinnuna Marissa Ribisi og bróður raddaleikaran Gina Ribisi. Hann er av enskum, týskum og italskum uppruna. Hann giftist Mariah O'Brien í 1997. Tey fingu eina dóttir, Lucia, áðrenn tey vóru skild í 2001. Hann livdi saman við songkvinnuni Cat Power í fimm ár frá 2007 til 2012. Hin 16. juni 2012 giftist Ribisi ensku modellini Agyness Deyn. Aedin Mincks. Aedin Mincks (føddur 12. oktober 2000) er ein amerikanskur sjónleikari og skemtari, sum er best kendur fyri sín leiklut sum Angus Chestnut í "A.N.T. Farm". Hann er eisini kendur fyri at spæla Robert í filminum Ted. Christina Ricci. Christina Ricci (fødd 12. februar 1980 í Santa Monica, Kalifornia) er ein amerikanskur sjónleikari og raddaleikari. Hon er yngst av 4 systkjum. Hon spældi sín fyrsta filmsleiklut sum 9 ára gomul í filminum "Mermaids" í 1990, og fekk sítt gjøgnumbrot sum 16 ára gomul í filminum "The Ice Storm". Ashton Kutcher. Christopher Ashton Kutcher (føddur 7. februar 1978) er ein amerikanskur sjónleikari, filmframleiðari, og modell. Joel McHale. Joel Edward McHale (føddur 20. november 1971) er ein amerikanskur sjónleikari, rithøvundur, sjónvarpsframleiðari, raddaleikari og skemtari. Bernie Mac. Bernard Jeffrey "Bernie" McCullough (føddur 5. oktober 1957, deyður 9. august 2008) var ein amerikanskur sjónleikari, raddaleikari og skemtari. Hann hevur vunnið fleiri virðislønir og hevur verið tilnevndur til bæði Emmy og Golden Globe Closer to the Truth. Closer to the Truth er ein tónleikaútgáva hjá amerikonsku tónleikakvinnuni Cher. Føroyska Greta Svabo Bech hevur verið við til at skriva orð og lag til sangin "My Love". Flogbóltur á Oyggjaleikunum 2013. Flogbóltur á Oyggjaleikum 2013 fór fram á Berkeley Institute (Pembroke Parish) og á Cedarbridge Academy (Devonshire Parish) á Bermuda. Kappingin var frá 14. til 19. juli 2013. Nobelvirðislønin í bókmentum. Nobelvirðislønin í bókmentum er tann bókmentavirðislønin sum er verður vird mest í heiminum. Heiðurslønin verður latin av Svenska Akademinum, sum hvørt ár móttekur umleið 200 uppskot, og sum í tveimum umførum minkar um kandidatlistan - fyrst til 20 og síðan til umleið fimm - áðrenn virðislønamóttakarin verður peikaður út. Vanliga verður virðislønin kunngjørd tíðliga í oktober. Knut Hamsun. Knut Hamsun (føddur 4. august 1859 í Vågå/Lom sum "Knud Pedersen", deyður 19. februar 1952 á Nørholm) var ein norskur rithøvundur. Hann verur mettur at vera ein av høvundunum, sum hevur havt størstu ávirkanina í 20. øld og verður av mongum roknaður sum upphavsmaður til tað nýmótans skaldsøguna. Kendasta skaldsøga hansara er Hungur (Sult). Hann fekk Nobelvirðislønina í bókmentum í 1920. Hann var virkin sum høvundur í meira enn 70 ár. Hann gav út meira enn 20 skaldsøgur, yrkingasavnið "Det vilde Kor", stuttsøgur, nakrir sjónleikir, eina ferðafrásøgn og nakrar essay og kjakgreinar í dagbløðunum. Alice Munro. Alice Monroe, tekning eftir Andreas Vartdal "Alice Munro", fødd 10. juli 1931 í Wingham, Ontario, er ein kanadiskur stuttsøguhøvundur. Hennara fyrsta stuttsøgusavn kom út í 1968, og hon hevur givið nýggj stuttsøgusøvn út umleið fjórða hvørt ár. Hon fekk Nobelvirðislønina í bókmentum í 2013, sum "meistari hjá nútíðarstuttsøgubókmentum". Ali Zeidan. Ali Zeidan (føddur 15. desember 1950) er núverandi forsætisráðharri í Libya. Hann gjørdist forsætisráðharri fyri fyrstu ferð á heysti 2012. Fyrr hevur hann stríðst í áratíggju móti stjórnini hjá Muammar Gaddafi. Hann er fyrrverandi sendiharri hjá Muammar Gaddafi, men í 1980 vendi hann Gadaffi bakið, meðan hann var virkaði sum sendiharri í India. Síðani livdi hann í útlegd í umleið 30 ár. OPCW. OPCW, sum er ein stytting av enska heitinum Organisation for the Prohibition of Chemical Weapons, hevur síðani stovnanina í 1997 stríðst fyri at burturbeina evnafrøðilig vápn. Friðarheiðursløn Nobels í 2013 varð latin felagsskapinum til bann móti evnafrøðiligum vápnum. Hetta varð kunngjørt í Oslo í okt. 2013. Hetta er ikki fyrstu ferð, at friðarheiðurslønin verður latin einum felagsskapi heldur enn einum persóni. Altjóða Reyði Krossur hevur fleiri ferðir fingið heiðurslønina, UNICEF, ILO og Amnesty International hava eisini fingið hana, og so seint sum í fjør fekk ES friðarheiðursløn Nobels. Felagsskapurin hevur høvuðsskrivstovu í Haag í Niðurlondum. Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins er ein bókmentaverðisløn, sum varð latin fyri fyrstu ferð í 2013, eftir at mentamálaráðharrarnir úr Norðurlondum í 2012 avgjørdu at seta á stovn eina slíka heiðursløn. Virðislønin er á 350 000 krónur. Tey sjálvstøðugu norðurlondini tilnevna tvey verk hvør, meðan Føroyar, Grønland, Áland og tað Samiska Máløkið tilnevna eitt verk hvør. Fyrsta virðislønin varð latin á stórari gallaveitslu í Operahúsinum í Oslo hin 30. oktober 2013. Hátíðarhaldið varð víst í beinleiðis í norðurlendsku sjónvarpsrásunum, eisini í Kringvarpi Føroya. Á gallaveitsluni vóru fleiri norðurlendskar virðislønir latnar: Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins og Filmvirðisløn Norðurlandaráðsins. Emil-virðislønin. Emil-priset (svenskt: Emil-priset) er ein barnabókmentavirðisløn, ið verður latin á hvørjum ári. Virðislønin er á 30.000 svenskar krónur (2007) og varð sett á stovn av Smålands akademi til heiðurs fyri Astrid Lindgren. Astrid Lindgren-virðislønin. Astrid Lindgren-virðislønin (svenskt: Astrid Lindgren-priset) er ein svensk barnabókmentavirðisløn á 50.000 svenskar krónur, sum verður latin einum svenskum barnabókahøvundi einaferð um árið. Heiðurslønin varð sett á stovn í 1967. Kalle Güettler. Kalle Güettler (føddur 1949) er ein svenskur rithøvundur og lækni. Hann skrivar barna- og ungdómsbøkur. Hann hevur eitt nú skriva Skrímslabøkurnar saman við Rakel Helmsdal og Áslaug Jónsdóttir. Eldsjälspriset. Eldsjälspriset er ein svensk barnabókaheiðursløn, ið hevur verið latin einum barnabókarithøvunda, síðan 1990 av Svenska barnboksakademin. K-pop. K-pop (, frá enskt: "Korean pop" "koreanskur popptónleikur") er ein sjangra av suðurkoreanskum tónleiki. Kristian Petersen. Kristian Petersen føddur 27. juni 1958 er ein fyrrverandi fótbóltsspælari hjá ÍF. Hann var fyrsti liðskipari hjá Føroyska A-landsliðnum, eftir at landsliðið fekk UEFA limaskap. Jógvan Fríðriksson. Jógvan Fríðriksson (føddur 19. februar 1957 á Strondum) er núverandi bispur í Føroya fólkakirkju. Sum ungur var Jógvan Fríðriksson sjómaður. Í 1985 nam hann guðfrøðiligt embætisprógv (cand.theol.) við lærda háskúlan í Aarhus í Danmark. Frá 1986 og til 2007 var hann sóknarprestur í føroysku fólkakirkjuni. Í 2007 varð hann valdur til Føroya bisp og hevur verið tað síðan. Uttanríkisráðharrar í Føroyum. Uttanríkisráðharri (eisini nevnt Landsstýrismaður í uttanríkismálum) var ein av landsstýrissessunum í Føroyum frá 2008 til 2011, tá Uttanríkisráðið var eitt av aðalráðunum. Skúlamálaráðharrar í Føroyum. Skúlamálaráðharrin ella undirvísingarmálaráðharrin (eisini nevnt "landsstýrismaðurin í skúlamálum"/"undirvísingarmálum") var frá 1959 til 2002 ein landsstýrissessur í Føroya landsstýri, við ábyrgd fyri útbúgvingarmálum. Skúlamálaráðharrin hevur aldri verið uttan onnur ábyrgdarøki, sum oftast hevur landsstýrismaðurin havt ábygdina av mentanar- og kommunumálum eisini. Í 1998 vóru uppgávurnar hjá Skúlamálaráðnum Undirvísingar- og mentamálaráðið og síðan 2002 hevur tað verið kent sum Mentamálaráðið. Laila av Reyni (tónleikaútgáva). Laila av Reyni gav út sítt fyrsta soloalbum í september 2013. Sangirnir eru eisini givnir út á netinum á iTunes. Laila av Reyni hevur samstarvað við Gunnar G. Guttesen, tá hon hevur skrivað sangirnar. Niclas Johannesen spælir el-guitar, Angelika og Anna av Váli Smith spæla strúkarar, eitt ungdómskór úr Kollafirði syngur backing kór. Gunnar Guttesen spælir øll hini ljóðførini á fløguni. Løgini eru spæld inn í Krisstoff Studio. Clube de Regatas do Flamengo. Flamengo er eitt brasilskt fótbóltsfelag úr Rio de Janeiro. Felagið varð stovnað tann 17/11/1895, men spældi tó ikki nakran almennan fótbóltsdyst fyrr enn í 1912. Besta liðið spælir í Campeonato Brasileiro Série A. Felagið er eitt av fimm, ið ongantíð er flutt niður í næstbestu deildina. Orsakað av ov fáum sitiplássum, verður heimastadion hjá Flamengo, Gávea, sera sjáldan brúkt, í staðin brúkar felagið tað størsta fótbóltsstadion í Brasil, Maracanã, sum brasilski staturin eigur. Maracanã rúmar 78 838 áskoðarum. Flamengo er eitt av fótbóltsfeløgunum í Brasil, ið hevur vunnið flestar týdningarmiklar kappingar. Felagið hevur eitt nú vunnið brasilska meistaraheitið seks ferðir og steypakappingina tvær ferðir (dagført í okt. 2013). Í 1981 vann Flamengo "Toyota Cup Intercontinental". Ávísingar úteftir. C Alexander Rybak. Alexander Rybak ella Aljaksandr Igaravitsj Rybak (føddur 13. mai 1986 í Minsk, Hvítarussiska SSR, í fyrrverandi Sovjetsamveldinum) er ein hvítarussiskur-norskur tónleikari, tónasmiður, og sjónleikari, uppvaksin á Nesodden uttanfyri Oslo í Noregi. Rybak bleiv alheims kendur eftir at hann vann finaluna í Eurovision Song Contest 2009 við sanginum «Fairytale», sum hann sjálvur hevur skrivað. Hann varð heiðraður sum "Årets Spellemann" (Ársins spælimaður) undir Spellemannprisen 2009 og í 2010 sum ársins nýggja navn av MUZ-TV, sum er tann mest prestisjufulla tónleikaheiðurslønin í russiska tónleikaídnaðinum. Johnny Logan. Johnny Logan (føddur 13. mai 1954) er ein avstralsk-føddur írskur sangari og tónasmiður. Hann verður av og á nevndur sum "Harra Eurovision", av tí at hann hevur luttikið fleiri ferðir í Eurovision Song Contest síðan 1970'ini, og síðan 1992 hevur hann verið tann mest sukseríki artisturin í søguni hjá Eurovision. Logan hevur vunnið Eurovision Song Contest tríggjar ferðir, umboðandi Írland sum sangari, í 1980 og 1987, og tvær ferðir sum tónasmiður, í 1987 og 1992. Sangurin, ið hann vann Eurovision við í 1980 nevnist "What's Another Year", sangurin sum hann vann við í 1987 eitur "Hold Me Now". Hann er tann einasti sangarin, ið hevur vunnið Eurovision meira enn einaferð. Johnny Logan hevur verið í Føroyum og framført einaferð síðst í 1980-árunum. Heiðrikur á Heygum. Heiðrikur á Heygum (føddur 1983, eisini kendur sum Heiðrik ella Heidrik) er ein føroyskur filmsleikstjóri, leikrithøvundur, tónleikari, sangari og sjónleikari. Sum tónleikari er hann best kendur fyri elektro popp útgávuna "An Invisible Gun", og innan filmsídnaðin er hann best kendur fyri teir virðisløntu stuttfilmarnir: "Mítt rúm", "Aldur" og "Sigarett". Í 2014 vann hann báðar virðislønirnar á árliga føroyska filmfestivalinum, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum hin 11. desember 2014. Hann vann bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina. Arkitekturvirðisløn Nykredits. Nykredits Fond hevur síðan 1987 býtt út Arkitekturvirðisløn Nykredits (Nykredits Arkitekturpris), sum er størsta arkitekturvirðisløn í Skandinavia á 500.000 kr. Virðislønin verður latin einaferð um árið. Katrina Østerø. Katrina á Trøllanesi Østerø (fødd 16. august 1897) var ein føroyskur rithøvundur av Trøllanesi. Hon var loysingarsinnað og limur í Fólkaflokkinum. Hon var bert 6 ára gomul, tá hon misti mammuna, og bert 12 ára gomul, tá hon misti pápan. Eftir tað var hon nógv á Húsum. Á sumri 1927 lærdi hon veving á Føroya Fólkaháskúla. Árið eftir gekk hon á skúla í Danmark, har hon lærdi "kunstflid" í Keypmannahavn. Í 1929-30 var hon hondarbeiðslærarinna á Føroya Fólkaháskúla, og í 1931 gekk hon á vevskúla í Oslo. Eftir tað hevur hon búð í Havn, á Eiði, í Mikladali og so aftur á Trøllanesi. Superliga Grikkalands. Superliga Grikkalands er meistaradeildin í grikskum fótbólti. Fyrsta kappingin varð fyriskipað 1927/28. Panathinaikos FC. Panathinaikos FC (grikskt: Παναθηναϊκός) er eitt grikst fótbóltsfelag úr Athen. Besta mansliðið spælir í griksku superliguni og er næstmest vinnandi felagið í superliguni við 20 meistaraheitum, næst eftir Olympiakos FC, sum hevur vunnið meistaraheitið 40 ferðir. Fótbóltsleikarin Giorgos Karagounis, ið hevur spælt 139 landsdystir fyri Grikkaland skorað 10 landsliðsmál, spældi við Panaitaikos í sínum ungdómsárum til 2003 og aftur frá 2007 til 2012. AEK Athen. AEK Athen (grikskt: Αθλητική Ένωσις Κωνσταντινουπόλεως, Athlitiki Enosis Konstantinoupoleos, "Atletik Felag Konstantinopels") er eitt grikskt fótbóltsfelag við heimstaði í Athen. Felagið varð stovnað í 1924 í Athen av tilflytarum úr Konstantinopel, stutt eftir grikska/turkiska kríggið, sum í Grikkalandi verður nevnt "Η μεγάλη καταστροφή", sum merkir "Tann stóra katastrofan". AEK Athen er tað felagið í Grikkalandi, ið hevur vunnið trið flest meistaraheitið, teir hava vunnið 12 meistaraheiti og 15 grikskar steypakappingar. Felagið hevur fleiri ferðir luttikið í evropeiskum fótbólti í UEFA Champions League og UEFA Europa League. Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins varð besta mansliðið flutt niður úr griksku superliguni til næstbestu deildina kappingarárið 2012/13. Litirnir hjá felagnum eru gult og svart. Meistaradeildin í fótbólti 2012. Meistaradeildin í føroyskum fótbólti 2012 varð nevnd Effodeildin eftir høvuðsstuðulinum, sum var Orkufelagið Effo. Bundesliga. Bundesliga er meistaradeildin í týskum fótbólti. Deildin varð stovnað í 1963. Tað eru í løtuni (2016) 18 lið í deildini. FC Bayern München. FC Bayern München er eitt týskt fótbóltsfelag og ítróttarfelag úr München, sum er høvuðsstaður í tí suðurtýska stakríkinum Bayern. Liðið spælir í týsku Bundesliguni, teir spæla heimadystir sínar á Allianz-Arena. FC Bayern München hevur umleið 142.500 limir, og er harvið heimsins næststørsta ítróttarfelag í heiminum, næst eftir FC Barcelona. Fótbóltur er tann størsta ítróttargreinin í felagnum, sum eisini fevnir um kurvabólt, hondbólt, bovling, talv, borðtennis og amboðsfimleik. Felagið varð stovnað 27. februar 1900. Kendir leikarar sum hava spælt fyri felagið. Leikararnir niðanfyri eru frá «Hall of Fame» hjá Bayern München. Heiður. Bayern Münchens A-lið hevur spælt í 1. Bundesliga síðan 1965. Felagið er tað mestvinnandi í týskum fótbólti gjøgnum tíðirnar við 23 týskum meistaraheitum og 15 ferðir týskir steypavinnarar. Gerd Müller. Gerhard «Gerd» Müller (føddur 3. november 1945 í Nördlingen, deyður 15. august 2021) var ein týskur fótbóltsleikari. Müller eigur tey týsku málskoringsmetini fyri bæði týska fótbóltslandsliðið og fyri Bundesliga. Hann skoraði 68 mál í 62 landskampum, og í Bundesliga 365 mál í 427 dystum. Han verður roknaður sum ein av teimum mest effektivu álopsleikarunum gjøgnum allar tíðir, og fekk kelinøvn sum "der Bomber (der Nation)" og "Kleines Dickes Müller". Alvi Hjelm. Alvi Hjelm (føddur 1996) er ein føroyskur svimjari úr Klaksvík, sum svimur fyri Ægir og Føroyar. Hann er sonur Dan Hjelm úr Vági, ið svam á føroyska svimjilandsliðnum og bróðir Ásbjørg Hjelm, ið eisini svimur á føroyska landsliðnum. Reykjavík International Games 2016. Kappingarnar á Reykjavík International Games eru á langgeil. NM og NJM 2015 í Bergen. Alvi luttók á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2015, í Bergen í Noregi frá 11. til 13. desember 2015. Kappingarnar vóru á stuttgeil. EM á stuttgeil 2015. Alvi luttók á EM á stuttgeil í Netanya í Ísrael. Alvi svam í kappingunum 200 m frí, 400 m frí, 200 m blanda og 400 m blandað. NM og NJM 2014. Alvi luttók saman við fleiri øðrum føroyskum svimjarum á Norðurlandameistarakappingini fyri ung og vaksin, ið varð hildin í desember 2014 í Upplands Väsby. Hann vann fleiri heiðursmerki og setti nýggj føroysk juniormet á stevnuni. DM á stuttgeil 2013. Alvi luttók á DM á stuttgeil í november 2013 í Gladsaxe, hann svam fyri Esbjerg Svømmeklub. 15. november vann hann danska juniormeistaraheitið í 800 m frí. Bara Pál Joensen svam skjótari og vann tí gull í kappingini millum tey vaksnu, Alvi fekk silvur í seniorkappingini, gull í juniorkappingini (sum var sama kapping, hugt verður bara eftir, nær ið svimjararnir eru føddir). Besta tíðin hjá Alva áðrenn hetta var hansara 8:20.33 frá donsku liðkappingini í apríl 2013. Dagin eftir, hin 16. november, vann Alvi juniormeistaraheitið í 1500 m frí og gjørdist nummar fýra í seniorkappingini. Kvalifiseraður til EM 2013 í 400 m frí fyri seniorar. Alvi kláraði kravtíðina til kappingina í 400 m frí til EM í Herning í desember 2013, kravtíðin var 4.02.18. Alvi svam við tíðini 3.59.04. DMH 2013. Alvi luttók á Danske Mesterskaber for hold í apríl 2013. Hann svam fyri Esbjerg. Danish Open 2013. Alvi luttók í svimjistevnuni Danish Open síðst í mars 2013. Svomið varð á langgeil. Nordic Age Group Championships 2012. Alvi luttók á NMU í Keypmannahavn í juli 2012. Óli Mortensen. Óli Mortensen (føddur 7. februar 1996) er ein føroyskur svimjari, ið svimur við Havnar Svimjifelag og fyri Føroyar. Hann svimur m.a. frísjimjing á longu teinunum og á styttri teinum og firvald. Hann hevur vunnið FM, DM, Danish Open og gull, silvur og bronsu á Oyggjaleikum. Norðurlendska Meistarastevnan 2017. Óli luttók á Norðurlendsku Meistarastevnuni í desember 2017. Hann luttók í einari kapping, har hann vann gull í 1500 metrum frí. Hann setti persónligt met og gjørdist besti svimjarin á stevnuni tá hugt verður at FINA stigum. Hann fekk 830 FINA stig fyri úrslitið í 1500 frí. FM á stuttgeil 2017. Óli vann flest gullheiðursmerki av øllum á FM á stuttgeil 2017 í Havn í november 2017. Hann vann 13 gull í einstaklingakappingum og 3 gull í liðkappingum. Tað at vinna 16 gullheiðursmerki á FM var nýtt meg, gamla metið var 15 gull, tað átti Pál Joensen, áðrenn Óli tók metið á FM á stuttgeil 2017. FM í svimjing 2015. Óli sett nýtt føroyskt met í 200 firvald við tíðini 2:03.69. Reykjavík International Games 2015. Óli setti nýtt føroyskt met í finaluni í 200 m firvald við tíðini 2:09.45, tað var 17. januar 2015. Danish Open 2014. Óli luttók á Danish Open í Keypmannahavn í døgunum 27. - 30. mars 2014. Hann setti trý nýggj føroysk juniormet og gjørdist nummar 6 av øllum í 1500 m frí, sum var hansara besta úrslit í kappingini. Kvalifiseraður til EM 2013 í 400 m frí fyri seniorar. EM svimjikapping var í Herning í desember 2013. Óli kláraði kravtíðina til hesa kapping, sum er 4.02.18. Hann svam við tíðini 3.56.52. World Cup 2013 í Moskva, Dubai og Qatar. Óli luttók á World Cup í Moskva, Dubai og Doha í Qatar í oktober 2013. FM 2013. Føroyameistarastevnan varð hildin í Havn í mai 2013. Íslandsmeistarastevna 2013. Óli og Bartal Hestoy luttóku á Íslandsmeistarastevnu á langgeil í apríl 2013. Báðir vunnu heiðursmerki og settu føroysk juniormet. Undir 16 minuttir í 1500 m frí og gullnál. Á Ægir-stevnu í februar 2012 eydnaðist tað Óla at svimja 1500 m frí undir 16 minuttir, og var hann tá annar føroyingurin ið hevði megna tað. Bert Pál Joensen hevði megnað tað áður. Óli svam við tíðini 15.53.39, sum gav honum eina gullnál. Týska fótbóltslandsliðið. Týska manslandsliðið í fótbólti er eitt av teimum landliðum í heiminum, sum hevur klárað seg best, teir hava eitt nú vunnið trý HM-gull og trý EM-gull. Venjarar. "Sepp Herberger virkaði de facto sum venjari frá og við 1936, men varð alment settur sum høvuðsvenjari í 1938." Profilar gjøgnum tíðina. a> spældi sín fyrsta landsdyst sum 19-ára gamal í 2004. a> hevur verið ein vælumtóktur leikari tey seinnu árini. Hópurin til EM í fótbólti 2016. Venjari: Joachim Löw Týskland kunngjørdi teirra endaliga EM-hóp hin 31. mai. Leikarar ið nýliga hava fingið landsliðsboð. Fylgjandi leikarar hava eisini fingið landsliðsboð til týska landsliðið seinastu 12 mánaðarnir áðrenn EM 2016, og eru enn tøkir til úttøku. Danska fótbóltslandsliðið. Danska manslandsliðið í fótbólti er eitt landslið undir Dansk Boldspil-Union (DBU), sum umboðar Danmark í fótbóltskappingum, sum FIFA og UEFA fyriskipa. Harumframt spælir landsliðið eisini vinardystir. Hópurin. Hesir 23 leikarar vórðu úttiknir til 2018 FIFA World Cup. "Dystir og mál eru dagførd pr. 21. juni 2018 eftir dystin móti Avstralia." Nýlig landsliðsboð. Hesir leikarar hava fingið landsliðsboð innanfyri seinastu 12 mánaðirnar, men ikki til HM endaspælið. Bestu leikarar allar tíðir. Í november 2006 tilnevndi Danska fótbóltssambandið átta danskir landsliðsleikarar til "Besti Danski Fótbóltsleikari Alla Tíðir" virðislønina. Teir tilnevndu leikararnir vóru Morten Olsen, Henning Jensen, Allan Simonsen, Preben Elkjær, Michael Laudrup, Brian Laudrup, Peter Schmeichel og Jon Dahl Tomasson. Vinnarin varð avgjørdur við einari almennari atkvøðugreiðslu ið danska sjónvarpsrásin TV2 fyriskipaði. Tað endaði við, at Michael Laudrup gjørdist greiður vinnari við 58% av øllum atkvøðunum. Hall of Fame. Hall of Fame hjá Danmark varð stovnað í oktober 2008, sum ein serstakur heiður fyri at heiðra bestu fótbóltsleikarar, lið og venjarar, gjøgnum alla landsliðssøguna. Landsliðsleikarar. a> er við 129 landskampum tann leikarin, ið hevur spælt flestir dystir. Norðurlendska virðislønin hjá Svenska Akademinum. Norðurlendska virðislønin hjá Svenska Akademinum (á svenskum: Svenska Akademiens nordiska pris) er ein prísur, sum Svenska Akademiið handar á hvørjum ári hin 5. apríl ella ein av døgunum sum er um tað tíðina. Dagurin 5. apríl er stovningardagurin hjá Svenska Akademinum. Virðislønin er á 350.000 svenskar krónur, og er hon næststørsta virðislønin hjá Akademinum. Móttakarar. a> tekur her ímóti Norðurlendsku virðislønini hjá Svenska Akademinum (2011) Sofi Oksanen er fyrsta finnska kvinnan, ið vinnur heiðurslønina (2013) Kevin Durant. Kevin Wayne Durant (føddur 29. september 1988) er amerikanskur kurvabóltspælari. Kevin Durant er 200,6 cm og vigar 106 kg. Hann spælir við Oklahoma City Thunder, sum spælir í NBA. Hann hevur vunnið fleiri heiðursmerki, eitt nú olympiskt gull. Hann vaks up hjá ommu síni, hevur eina systur og tveir beiggjar. Sofi Oksanen. Sofi Oksanen (fødd 7. januar 1977 í Jyväskylä) er ein finskur rithøvundur. Pápi hennara er finni, mamman er fødd og uppvaksin í Estlandi, men flutti til Finnlands í 1970-árunum. Hon hevur útgivið fýra skaldsøgur umframt sjónleikir og essays. Hon hevur móttikið fleiri virðislønir fyri sín skaldskap, eitt nú fekk hon Norðurlendsku virðislønina hjá Svenska Akademinum í 2013 og Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2010. Vladimir Putin. Vladimir Putin (russiskt: Влади́мир Влади́мирович Пу́тин) (føddur 7. oktober 1952 í Leningrad) er ein russiskur statsleiðari, forseti í Russlandi síðan 2012. Hann var eisini forseti 2000–2008. Áðrenn tað var hann forsætisráðharri 1999–2000 og 2008–2012. Jósef Stalin. Jósef Stalin (russiskt: Ио́сиф Виссарио́нович Ста́лин) føddur sum Iosif Vissarionovitj Dzjugasjvili (Иосиф Виссарионович Джугашвили) á russiskum og Ioseb Djughasjvili (იოსებ ჯუღაშვილი) á georgiskum (føddur 18. desember 1878 í Gori í Georgia, deyður 5. mars 1953) var ein sovjetiskur, kommunistiskur statsleiðari og einaræðisharri. Hann var statsleiðari í 30 ár. Tað var Lenin, ið gav honum kelinavnið Stalin, ið merkir Stálmaðurin. Hann gjørdist limur í Sosialistaflokkinum hjá Bolsjevikkunum í 1904. Í 1912 stovnaði hann blaðið Pravda. Hann gjørdist fyrsti aðalskrivarin í Kommunistaflokki Sovjetsamveldsins í 1922 og í 1924 yvirtók hann leiðsluna sum einaræðisharri eftir at Lenin doyði. Hann stýrdi Sovjetsamveldinum og var ein av heimsins máttmiklastu monnum til hann doyði í 1953. Stalin læt standmyndir av sær sjálvum reisa kring um í stórveldinum. Undir hansara leiðslu gjørdist Sovjetsamveldið eitt av heimsins størstu ídnaðarsamfeløgum, og í 1941-45 førdi hann kríggj móti Týsklandi og spældi ein týðandi leiklut í sigrinum hjá teimum sameindu móti Ásarveldunum. Momoiro Clover Z. Momoiro Clover Z (japanskt: ももいろクローバーZ "Momoiro Kurōbā Zetto") er ein japanskur gentubólkur, sum varð stovnaður í 2008 undir navninum Momoiro Clover. 2008–2011. Poppbólkurin Momoiro Clover varð samansettur í 2008 av Stardust Promotion. Debut single hjá Momoiro Clover kom út mikudagin 5. august 2009 og kom upp á 23. pláss á japanska Oricon sølulistanum. 2010. Í mars 2010 fekk bólkurin sáttmála við eitt stórt plátufelag, Universal Music Japan. Major debut single kom út í mai. 2011. 10. apríl‎ 2011 fór Akari Hayami úr bólkinum, og bólkurin broytti navn frá Momoiro Clover til Momoiro Clover Z. Fyrsta fløgan, "Battle and Romance", kom út í juli. 2012–2013. Í november 2012 kom Momoiro Clover Z upp á 1. pláss á japanska "Billboard" sølulistanum við stakfløgu teirra "Saraba, Itoshiki Kanashimitachi yo". Onnur fløgan, "5th Dimension", kom út í apríl‎ 2013 og kom á 1. pláss á Oricon sølulistanum. Ásarveldini. Ásarveldini (á týskum: Achsenmächte) er eitt orð ið verður brúkt um tey lond, ið strýddust ímóti teimum sameindu undir Seinna heimskríggi. Ásarveldini vóru sett á stovn í oktober 1936, tá Týskland og Italia undirskrivaðu ein vinasáttmála. Ein mánað seinni varð Antikominternsáttmálin undirskrivaður, har Japan eisini var við. Hin 22. mai 1939 undirskrivaðu Týskland og Italia Stálsáttmálan. Tey størru ásarveldini. , undir führer Adolf Hitler Japan, undir forsætisráðharra Hideki Tojo og keisara Hirohito 22px Kongaríkið Italia, (1940-1943), undir forsætisráðharra Benito Mussolini og kong Viktor Emanuel III Tey minni ásarveldini. (1940-1945), undir Miklós Horthy og seinni Ferenc Szálasi (1941-1944), undir Ion Antonescu (1941-1944), undir tsar Boris III av Bulgaria , (1941-1945), undir Luang Phibul Songkhram Lond sum samstarvaðu við ásarveldini. , (1941-1944), sí Ryti-Ribbentrop-avtalan), undir president Risto Ryti og herovastanum Carl Gustaf Emil Mannerheim , (1941), undir Rashid Ali , (1941), undir Reza Shah Lond undir ásarveldis-stýrdum marionettstjórnum. 22px Kroatien (1941-1945), undir Ante Pavelić 22px Slovakia (1939–1945) undir Jozef Tiso , (1941-1944), undir Milan Nedić , (1941-1944), undir Sekula Drljević 22px Manchukuo, undir keisara Puyi AKB48. AKB48 ("A.K.B. Forty-eight") er ein japanskur gentubólkur. Poppbólkurin AKB48 varð samansettur eftir eini audition í 2005. Til mai 2013 AKB48 hevur selt yvir 21.852 milliónir CD fløgur og stakfløgur (album og single) í Japan. Søga. Poppbólkurin AKB48 varð stovnað av framleiðarinum Yasushi Akimoto eftir eini audition í 2005. Yasushi Akimoto er ein japanskur framleiðari, skrivari og sangskrivari (rithøvundur). 1743. 1743 (MDCCXLIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1780. 1780 (MDCCLXXX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1784. 1784 (MDCCLXXXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1785. 1785 (MDCCLXXXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Við Streymin. Við Streymin kallast sundalagið millum Eysturoy og Streymoy, har tað er smalast. Navnið kemur helst av harða streyminum í tronga sundinum. Í 1973 vórðu Eysturoy og Streymoy bundnar saman við brúgv, ið alment var tikin í nýtslu 30. oktober 1973. Eysturoyarmegin er brúgvin um Streymin mark millum bygdirnar Norðskáli og Oyrarbakki. 1701. 1701 (MDCCI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. Lama Sea. Lama Sea var ein føroyskur rock tónleikabólkur. Bólkurin framførdi m.a. á G! Festivalinum í 2006 og 2007. Ein av limunum í Lama Sea var Janus Rasmussen. Lama Sea kom í hálvfinaluna í Prix Føroyar tónleikakappingini í 2005. Randi Ward. Randi Ward (fødd 1982 í West Virginia) er ein amerikanskur rithøvundur og týðari. Hon hevur týtt tekstir úr føroyskum til enskt, eitt nú hevur hon týtt yrkingar hjá Tóroddi Poulsen og Guðrið Helmsdal til enskt. Hon varð útbúgvin sum BA í mannfrøði (anthropologi) í 2004 frá Ohio University og so tók hon kandidatútbúging (M.A.) frá Fróðskaparsetri Føroya í 2007. Frédéric Chopin. Frédéric François Chopin (pólskt: "Fryderyk Franciszek Chopin" eisini stavað "Szopen") (føddur 1. mars 1810 í Żelazowa Wola, deyður 17. oktober 1849 í París) var ein pólskur komponistur og klaverleikari. Hann verður mettur sum ein av mest týðandi tónasmiðjununum frá tíðarskeiðnum ið verður nevnt Romantikkin. Chopin varð føddur í Żelazowa Wola, sum er ein bygd í Hertugadøminum Warszawa. Hann vaks upp í Warszawa, har hann eisini fekk tónlistaliga útbúgving. Hann náddi at komponera nógv verk fyri klaver, áðrenn hann í 1830 sum 20 ára gamal flutti úr Póllandi stutta tíð áðrenn Novemberkollveltingina. Chopin búsettist í París eins og nógv onnur pólsk flóttafólk. Tey næstu 19 árini helt hann bert umleið 30 almennar konsertir. Honum dámdi best at spæla á smáum støðum og heima í íbúðini. Í París starvaðist hann sum komponistur og klaverlærari. Eftir at hann hevði havt fleiri kærleiksforhold við ymiskar pólskar kvinnur, helt hann saman við tí fronsku Armandine Dupin árini 1837-47, hon var rithøvundur og brúkti dulnevni ”George Sand”, tá hon skrivaði. Meginpartin av lívinum hevði Chopin trupulleikar við heilsuni, hann andaðist í París í 1849 bert 39 ára gamal. Judy Garland. Judy Garland (fødd sum Frances Ethel Gumm 10. juni 1922, deyð 22. juni 1969) var ein amerikonsk sjónleikarinna og songkvinna. Judy Garland blev fødd í Grand Rapids í Minnesota og fekk kelinavnið: "Tann lítli fuglurin við tí stóru røddini". Hon varð uppkallað eftir pápa sínum, Francis "Frank" Gumm og mammu síni Ethel Milne. Best kendi sangurin ið hon sang var "Over the Rainbow" frá musicalfilminum "The Wizard of Oz", sum varð frumsýndur í 1939. Seinni var hon við í filmunum "Mød mig i St. Louis", "Easter Parade" og "En stjerne fødes". Hon var gift fimm ferðir: við David Rose (1941-1944), Vincente Minnelli (1945-1951), sum hon fekk Liza Minnelli við, Sidney Luft (1952-1965), sum hon fekk Lorna Luft og Joey Luft við, Mark Herron (1965-1969) og til seinast við Mickey Deans (1969 til deyða hennara). Tíðliga í ​​1969 var heilsan hjá Garlands blivin verri, og seinasta konsert framførslan hjá henni var í mars 1969 í Keypmannahavn. Hon doyði sama ár 47 ára gomul av einari yvirdosis av barbituratum (soviheilivági). Freddie Mercury. Freddie Mercury, føddur Farrokh Bulsara (5. september 1946 - 24. november 1991), var ein bretskur sangari, tónaskáld, og tónleikaframleiðari. Hann er mest kendur sum forsangari og tónaskáld í rokkbólkinum Queen. Sum upptraðkari var hann kendur fyri sín brúsandi leiklut á palli, og kraftigu rødd sína, sum spann yvir 4 oktavir. Sum tónaskáld skrivaði hann fleiri heimskend løg, harímillum kunna nevnast "Bohemian Rhapsody", "Killer Queen", "Somebody to Love", "Don't Stop Me Now", "Radio Ga Ga", "Crazy Little Thing Called Love", og "We Are the Champions". Freddy royndi eisini eydnuna sum solosangari í eitt skeið, og var hjálparframleiðari og gestatónleikari hjá øðrum tónleikarum. Freddy Mercury var føddur á Sansibar, og vaks upp har og í India til hann var mitt í tannárunum. Hann doyði av lungnabruna, sum fylgja av AIDS, í september 1991, bert ein dag eftir at hann alment hevði boðað frá at hann hevði sjúkdómin. Í 1992, eftir deyða sín, fekk hann eina BRIT-virðisløn fyri framúrskarandi íkast sítt til bretskan tónleik, og konsert var hildin honum til heisður á Wembley, fótbóltsvøllinum í London. Sum limur í Queen, varð hann innlimaður í Rock and Roll Hall of Fame í 2001, í Songwriters Hall of Fame í 2003, UKMusic Hall of Fame í 2004, og fekk saman við bólkinum eina stjørnu á Hollywood Walk of Fame í 2002. Í 2002 gjørdist Freddy eisini nummar 58 í atkvøðugreiðsluni BBC's 100 Greates Britons. Hann hevur eisini fleiri ferðir verið valdur av almenninginum, sum ein av heimsins bestu sangarum í søguni. Gerhard Lognberg. Gerhard Lognberg (føddur 1. november 1950 í Skopun) er ein føroyskur politikari. Hann er borgarstjóri í Skopunar kommunu, hevur verið kommunstýrislimur har síðan 1984, varaborgarstjóri frá 1984-92 og borgarstjóri síðan 1992. Hann varð valdur inn á Føroya Løgting umboðandi Javnaðarflokkin fyri fyrstu ferð á løgtingsvalinum 2002. Hann varð afturvaldur á løgtingsvalunum í 2004, 2008 og 2011. Gerhard er útbúgvin rørsmiður. Hann arbeiddi sum sjómaður árini 1964–1967, síðan sum handverkari í ávísum tíðarskeiðum til 1998. Hann hevur verið leiðari av sjúkrabilatænastuni á Sandoynni síðan 1993. Koyrdur úr Javnaðarflokkinum. Hin 2. november 2013 varð limaskapurin hjá Gerhardi í Javnaðarflokkinum tikin frá honum. Hetta hendi á floksleiðslufundi, har eittans mál var á skránni, limaskapurin hjá Gerhardi Lognberg. Áðrenn fundin var áheitan komin frá 7 av 9 limafeløgum Javnaðarfloksins um at taka limaskapin í Javnaðarflokkinum frá Gerhardi. Á fundinum vóru tað 27 ið atkvøddu fyri, 3 atkvøddu ímóti og ein atkvøða var blonk. Gerhard Lognberg er sostatt ikki limur í Javnaðarflokkinum longur, men gerst leysgangari í Løgtinginum, um hann ikki gerst limur í onkrum øðrum flokki. Limur í Sambandsflokkinum. Eftir at hava verið uttanflokkatingmaður í gott tríggjar mánaðar, gjørdist Gerhard limur í Sambandsflokkinum og partur av tingmanningini hjá flokkinum. Harvið vaks Sambandsflokkurin frá 8 til 9 tingmenn og gjørdist eins stórur hvat viðvíkur tingmannatali, sum Fólkaflokkurin, ið eisini telur 9 tingfólk. Hetta hendi fáir dagar eftir, at ein breið semja fekst í lag millum allir flokkar á Tingi og Gerhard, sum tá var uttanflokka, um at landið skuldi gera bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin, soleiðis at byrjast skuldi í 2018 við Skálafjarðartunnilin og tá tað hann er boraður í gjøgnum, skal Sandoyartunnilin gerast, og eftir ætlan skal tað vera koyrandi undir Skopunarfjørð í 2021. Ein av orsøkunum til at Gerhard var koyrdur úr Javnaðarflokkinum var júst ósemja um Sandoyartunnilin, umframt ósemju um onnur mál eisini. Walt Disney. Walter Elias "Walt" Disney (føddur 5. desember 1901, deyður 15. desember 1966) var ein amerikanskur vinnulívsmaður, teknari, animator, filmframleiðari, filmrithøvundur, entreprenørur og raddaleikari. Hann spældir ein stóran leiklut innan amerikanska teknifilmídnaðin, og kring allan heimin verður hann sæddur sum eitt altjóða ikon og filantropur, væl kendur fyri sína ávirkan og íkast til undirhaldsídnaðin í 20. øld. Saman við beiggja sínum, Roy O. Disney, stovnaði hann Walt Disney Productions, sum seinni gjørdist ein av best kendur teknifilmsframleiðarum í heiminum. Fyritøkan er nú kend sum The Walt Disney Company og hevði ein árligan umsetning, sum var umleið 36 milliardir US dollarar í fíggjarárinum 2010. Sum ein teknari og entreprenørur var Disney serstakliga kendur sum ein filmframleiðari og ein vældámdur skemtari, eins væl og ein nýskapari innan teknifilm og design av temaparkum. Hann og starvsfólk hansara hava skapað nakrar av heimsins best kendu íspunnu persónum/leiklutum, eitt nú Mickey Mouse, sum Disney sjálvur legði rødd til í fyrstuni. Meðan hann livdi, fekk hann fýra Oscar-virðislønir og vann 22 Oscar-virðislønir av tilsamans 59 tilnevningum, harímillum var eitt metstórt 4 tilnevningar í einum ári, sum gav honum fleiri virðislønir og tilnevningar enn nakar annar einstaklingur í søguni. Disney vann sjey Emmy Awards og legði navn til Disneyland og Walt Disney World Resort temaparkirnar í USA, eins væl og til altjóða stuttleikaparkir sum Tokyo Disney Resort, Disneyland Paris og Hong Kong Disneyland. Disney fekk lungnakrabba og andaðist 15. desember 1966 í Burbank, California. Eitt ár seinni fór felagið hjá honum í gongd við at byggja Walt Disney World Resort í Florida. Beiggi hansara, Roy Disney, vígdi Magic Kingdom hin 1. oktober 1971. Henry Ford. Henry Ford (føddur 30. juli 1863, deyður 7. apríl 1947) var stovnarin av Ford Motor Company og ein av teimum fyrstu, ið brúktu samlibandsframleiðslu sum framleiðsluhátt fyri at fáa bíligari bilar. Hesin framleiðsluháttur kollvelti ikki bara ídnaðarframleiðsluna, men hevði eisini sera stóra ávirkan á nýmótans mentan í hesum tíðarskeiðnum, ið mong nevna «fordisman». Uppvøkstur og menning. Ford varð føddur á garðinum hjá foreldrum sínum, sum var vestan fyri Detroit í einum býi sum nú eitur Dearborn. Foreldur hansara vóru William og Mary Ford, sum vóru vælhavandi tilflytarar úr býnum Cork í Írlandi. Hann var tann elsti av seks systkjum. Sum barn hevði Henry sera góðan hug til mekanikk. Tá hann var 12 brúkti hann megingpartin av tíðini í einari maskinhøll, sum hann sjálvur hevði innrættað. Sum 15-ára gamal gjørdi hann sín fyrsta brennimotor. Í 1879 flutti hann heimanífrá til grannabýin Detroit fyri at arbeiða sum maskinistlærlingur, fyrst fyri James F. Flower & Bros., og seinni fyri Detroit Dry Dock Co. Eftir at hava fullført lærlingatíðina, fekk Ford arbeiði í fyritøkuni Westinghouse, har hann arbeiddi við bensinmotorum. Tá hann gifti seg við Clara Bryant í 1888 rak hann eisini eitt sagverk Í 1891 bleiv Ford verkfrøðingur í fyritøkuni hjá Thomas Edison, og eftir at hann fekk hægri starv sum leiðandi verkfrøðingur í 1893 hevði hann nokk av tíð og pengum til at gera sínar egnu royndir við lukkaðum brensilsmotorum. Í 1896 fullførdi hann sítt egna sjálvdrivna akfarið sum nevndist Quadricycle, sum hann royndarkoyrdi hin 4. juni sama árið (hetta var tann fyrsti automobilurin, ið hann hevði koyrt yvirhøvur). Eftir hesa væleydnaðu royndina fóru Ford og Edison frá Illuminating og stovnaðu Detroit Automobile Company samam við øðrum íleggjarum. Stutta tíð seinni fór Detroit Automobile Company á húsagang tí at Ford heldur brúkti tíð uppá at betra um sniðið heldur enn at selja bilar. Ford koyrdi eisini um kapp móti øðrum framleiðarum fyri at vísa, at hansara bilar vóru teir bestu. Við áhuganum fyri bilítrótti stovnaði hann stutta tíð seinni Henry Ford Company, og í hesum tíðarskeiðnum koyrdi hann sjálvur sín Quadricycle til siður í einari kappkoyring hin 10. oktober 1901 móti Alexander Winton, sum var ein vælkendur bilførari og favorittur til at vinna. Ford bleiv tvungin út úr fyritøkuni í 1902 av íleggjarunum, harímillum var Henry M. Leland, og fyritøkan broytti navn til Cadillac. 1700. 1700 (MDCC) var sambært gregorianska kalendaranum ikki eitt leypár, men sum undantak eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1699. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini - 1690-árini - 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini 1740-árini 1750-árini Árstal: 1694 1695 1696 1697 1698 - 1699 - 1700 1701 1702 1703 1704 1698. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini - 1690-árini - 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini 1740-árini 1750-árini Árstal: 1693 1694 1695 1696 1697 - 1698 - 1699 1700 1701 1702 1703 1689. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini - 1680-árini - 1690-árini 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini Árstal: 1684 1685 1686 1687 1688 - 1689 - 1690 1691 1692 1693 1694 1688. 1688 (MDCLXXXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1697. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini - 1690-árini - 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini 1740-árini 1750-árini Árstal: 1692 1693 1694 1695 1696 - 1697 - 1698 1699 1700 1701 1702 1703. 1703 (MDCCIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1704. 1704 (MDCCIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1705. 1705 (MDCCV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1706. 1706 (MDCCVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1777. 1777 (MDCCLXXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1775. 1775 (MDCCLXXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1770. 1770 (MDCCLXX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1774. 1774 (MDCCLXXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1773. 1773 (MDCCLXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1692. 1692 (MDCXCII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1678. 1678 (MDCLXXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1682. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini - 1680-árini - 1690-árini 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini Árstal: 1677 1678 1679 1680 1681 - 1682 - 1683 1684 1685 1686 1687 1690. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini - 1690-árini - 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini 1740-árini Árstal: 1685 1686 1687 1688 1689 - 1690 - 1691 1692 1693 1694 1695 1672. 1672 (MDCLXXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1662. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini - 1660-árini - 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini 1710-árini Árstal: 1657 1658 1659 1660 1661 - 1662 - 1663 1664 1665 1666 1667 Stratos Dionysiou. Stratos Dionysiou (á grikskum: Στράτος Διονυσίου) (8. november 1935 - 11. mai 1990) var ein grikskur sangari sum var mest aktivur í 1960-árunum, 1970-árunum og 1980-árunum. Hann varð føddur í Nigrita, Serres. Foreldur hansara, Angelos og Stasa Dionysiou, vóru flóttafólk úr Lítla Asia. Pápin doyði tá Stratos var 13-ára gamal. Stratos fór at arbeiða sum skraddari og gistist 20 ára gamal við Georgia Laveni, tey fingu fýra børn saman. Hann var fluttur til Thessaloniki, har hann framførdi sum sangari á ymiskum tónleikastøðum. Seinni flutti hann til Athen at búgva. Hann gav fleiri plátur út. Nana Mouskouri. Nana Mouskouri (Nάνα Μούσχουρη, fødd Iōánna Moúschouri á grikskum: Ιωάννα Μούσχουρη) 13. oktober 1934 í Chania) er ein griksk songkvinna, sum hevur selt meira enn 350 milliónir album kring allan heimin. Hon hevur innspælt sangir á nógvum ymiskum málum, eitt nú á grikskum, fronskum, enskum, týskum, hollendskum, italienskum, sponskum, portugisiskum, kinesiskum, hebraiskum og tyrkiskum. Haris Alexiou. Haris Alexiou (á grikskum: Χάρις Αλεξίου; fødd 27. desember 1950 í Theben sum Hariklia Roupaka, á grikskum: Χαρίκλεια Ρουπάκα) er ein griksk songkvinna. Hon verður mett at vera ein av teimum best umtóktu sangarum í Grikkalandi og hevur havt sukse síðan 1970-árini. Hon hevur samstarva við týðandi grikskar sangskrivarar og tónasmiðir, hevur framført á stórum tónleikapallum kring heimin og hevur móttikið fleiri virðislønir. Hon hevur útgivið meira enn 30 albums og hevur sungið við á útgávum hjá øðrum. Hin 14. mars 2010 gjørdist hon nummar eitt av griskum songkvinnum í fonografisku tíðini síðan 1960 hjá Alpha TV, "Chart Show: Your Countdown" og so var hon nummar trý av øllum, tá hugt verður at sølu av persónligum tónleikaútgávum sum vóru sertifiseraði sum gull ella platin, hon varð nummar trý næst eftir mannligu sangarunum Giorgios Dalaras og Jannis Parios. Átta av hennara egnu fløgum/plátum, sum eru útkomin millum 1977 og 2003 hava selt meira enn 1.5 milliónir eintøk, hon er tann einasta grikska songkvinnan ið hevur megnað tað. Rebetes. Ein rebetis (á grikskum: ρεμπέτης (re(m)ˈbetis); fleirtal: "rebetes" ρεμπέτες [re(m)ˈbetes]) er ein tónleikari, sum luttekur í tí griksku tónleikasjangruni sum nevnist rebetiko, og sum var í hæddini millum 1920 og 1955. Rebetiko uppstóð, tá flóttafólk úr Lítla Asia, sum vóru av grikskum uppruna ella hoyrdu til tað griksk-ortodoksu trúnna, vóru tvangsflutt úr Lítla Asia (í dag Turkaland) til Grikkalands. Nógv av hesum fólkum búðu í Athen og serliga í Pireus, nærhendis Athen. Tey møttust og sungu við longsli um tað mista móðurlandi, og tann stílurin ið tey spældu, var seinni nevndur Rebetiko (stavast Rempetiko á grikskum, men mp ljóðar sum b). Fólkini vóru tvangsflutt í tíðarskeiðnum kring 1922, sum í Grikkalandi verður nevnt sum I megali katastrofi (Tann stóra katastrofan), tá teirra ætlan við at víðka um Grikkaland, hetta nevndist Megali Idea (Tað stóra hugskotið), miseydnaðist fullkomiliga, og grikkar taptu móti turkiska Mustafa Kemal Atatürk og hansara monnum. Tað vóru ikki øll flóttafólkini ið dugdu at tosa tað grikska málið. Rebetiko sangirnir eru tó sungnir á grikskum. "Viðmerking": Av og á (og tað er eitt umstrítt evni) verður definisjónin á rebetes víðka til eisini at fevna um nútíðar grikskar tónleikarar, sum til dømis Babis Goles og Agathonas Iakovidis. 1763. 1763 (MDCCLXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1764. 1764 (MDCCLXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1753. 1753 (MDCCLIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1754. 1754 (MDCCLIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1769. 1769 (MDCCLXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1691. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini - 1690-árini - 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini 1740-árini Árstal: 1686 1687 1688 1689 1690 - 1691 - 1692 1693 1694 1695 1696 1707. 1707 (MDCCVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Sun Yat-sen. Sun Yat-sen (孫逸仙 kantonesiskt; upprunaliga nevndur Sun Wen (孫文); 12. november 1866 – 12. mars 1925) var ein kinesiskur revolutionerur og politiskur leiðari, sum ofta verður umrøddur sum "Faðirin hjá tí nýmótans Kina". Sun spældi ein stóran leiklut í at koppa Qing-dynastiið í 1911 við Xinhai-kollveltingini. Hann var tann fyrsti forsetin hjá Lýðveldinum Kina, tá tað varð sett á stovn í 1912. Seinni var hann við til at seta á stovn Kuomintang (KMT) og var fyrsti leiðarin har. Sun var en samlandi persónur í tí post-koloniala Kina, og blívur við at vera serstakur millum kinesisku leiðararnar í 20. øld við at vera væl dámdur bæði í Folkalýðveldinum Kina og Teivan. Suleiman mikli. Tann ungi Suleiman 1. Samtidigt maleri. Suleiman 1. (samtidigt á turkiskum: سليمان "Sulaymān", á nýtíðar turkiskum: Süleyman, men oftast nevndur "Kanuni Sultan Süleyman") (føddur 6. november 1494 (1495) í Trabzon – fall í bardaga 5. ella 6. september 1566 við Szigetvár í Ungarn). Suleiman var tann tíggjundi og longsstýrandi sultanur í tí Osmanska ríkinum (frá 1520 til 1566). Hann er kendur í Vesturheiminum sum Suleiman tann Herligi og í Miðeystri sum Lóggevarin, "Kanuni"; arábiskt: القانونى, "al‐Qānūnī" orsakað av hansara fullkomiligu endurskapan av tí osmannsiku rættarskipanini. Fyrst og fremst innanfyri fíggjar-, skatta- og jørðlóggeving og grundað á verandi siðvenjurætt og við tí í máli á fylla holini í avgerðum hjá Sharia. Undir hansara leiðslu byrjaði stórheitstíðin hjá tí Osmanska ríkinum og tað gjørdist eitt heimsveldi. Suleiman varð roknaður sum ein av teimum fremstu valdsharrunum í Evropa í 16. øld, eins og Karl V, týsk-rómverskur keisari, Frans I av Frankaríki, Henrik VIII av Onglandi og Sigismund II av Póllandi. Sjeyára gamal lærdi Suleiman longu vísund, søgu, bókmentir, gudfrøði og hernaðarligan taktikk. Gravering av Suleiman 1. frá 16. øld, møguliga gjørt av Melchior Lorck. Sum herskari yvir Konstantinopel (tað núverandi Istanbul) sá hann seg sjálvan sum tann rætti til at taka yvir eftir teimum rómversku keisarunum. Undir stjórnartíðini hjá Suleiman 1. víðkaðist osmannisk lóg til tað størstu geografisku útbreiðsluna. 1761. 1761 (MDCCLXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1760. 1760 (MDCCLX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1765. 1765 (MDCCLXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1766. 1766 (MDCCLXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1767. 1767 (MDCCLXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1768. 1768 (MDCCLXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum týsdegi. Saladin. Saladin (føddur 1137 ella 1138, deyður 4. mars 1193; Kurdiskt: Selahaddîn Eyûbî; arabiskt: Salah ad-Din Yusuf Ibn Ayyub; صلاح الدين يوسف ابن ايوب; "Salah ad-Din"; fulla navn hansara: "al-Malik al-Nasir Salah al-Din Abu al-Muzaffer Yusuf ibn Ayyub ibn Shadi") var ein kurdiskur, muslimskur herleiðari, sum grundlegði Ayyubide-ríkið í Egyptalandi og Sýria. Hann er kendur bæði í tí kristna og muslimska heiminum fyri hansara riddaraliga og umsorganarliga atburð undir krossfaratíðini. Hann varð føddur í Tikrit, sum liggur í einum øki sum í dag er í Irak, og gjørdist sultanur yvir Egyptalandi og Sýria. Listi yvir forsetar í Italia. Forsetin í Italia ("presidente della Repubblica") er statsleiðari í Italia. Hon ella hann verða vald av einum samlaðum parlamenti (Senati og Deputertkamari) fyri eitt sjey ára tíðarskeið. Verandi forseti er Giorgio Napolitano, sum varð valdur 10. mai 2006 og tók við embætinum 15. mai sama ár. Hann er landsins 11. forseti og tann fyrsti fyrrverandi kommunisturin ið røkir hetta embætið. Forsetin býr í Quirinal-slottiðnum í Róm. Fyri at kunna vera valdur til forseta, má ein vera italskur statsborgari, í minsta lagi 50 ára gamal og hava fullar borgararættindi. Forsetar. 1Til 31. desember 1947 var De Nicola "Capo provvisorio dello Stato" (fyribils statsleiðari), og síðan gjørdist hann forseti fyri lýðveldið. Listi yvir forsetar Russlands. Listi yvir forsetar Russlands er ein listi yvir forsetar (russiskt mál: Президент России) og statsleiðarar við líknandi embætum í Russlandi síðan 1917. Formenn av tí Russiska SFSR (1917-1991). Flaggið hjá tí Russiska SFSR Forsetar hjá Tí russisku føderasjónini (1991–). Russiskt: Президент Российской Федерации (Prezident Rossijskoj Federatsii) a Í tíðarskeiðnum 10. juli 1991 – 25. desember 1991 var Jeltsin forseti fyri Russiska sosialistiska føderativa sovjetlýðveldið Sovjetsamveldið. 1711. 1711 (MDCCXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1710. 1710 (MDCCX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1713. 1713 (MDCCXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1723. 1723 (MDCCXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1733. 1733 (MDCCXXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum FC Midtjylland. FC Midtjylland er eitt danskt fótbóltsfelag, sum í løtuni (2015) spælir í Superliguni. Hópurin. Yvirlitið er seinast dagført: 24. oktober 2013 1751. 1751 (MDCCLI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1750. 1750 (MDCCL) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1708. 1708 (MDCCVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum 1709. 1709 (MDCCIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Hendingar. Kongaligur Einahandil verður settur í gildi fyri Føroyar - og er galdandi til 1856. 1693. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini - 1690-árini - 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini 1740-árini Árstal: 1688 1689 1690 1691 1692 - 1693 - 1694 1695 1696 1697 1698 Brøndby IF. Brøndby IF er eitt av størstu fótbóltsfeløgum í Danmark og Norðurlondum. Felagið hoyrir heima í Brøndbyvester, sum er ein forstaður til Keypmannahavn. Felagið varð stovnað hin 3. desember 1964 við einari samanlegging av fótbóltsfeløgunum Brøndbyøster Idrætsforening (stovnað hin 10. oktober 1928) og Brøndbyvester Idrætsforening (stovnað hin 1. februar 1909). Besta mansliðið hjá felagnum, sum spælir í donsku Superliguni, spælir sínar heimadystir á Brøndby Stadion, har ið teir spæla í bláum brókum og sokkum og gulum troyggjum. Løgtingslimir í Føroyum 1978-80. Tað vóru 32 limir á Føroya Løgtingi millum løgtingsvalini 1978 og 1980. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin gjørdist størstu flokkar við 8 løgtingslimum hvør, síðan komu Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin við 6 limum hvør. Sjálvstýrisflokkurin og Framburðsflokkurin fingu hvør sínar 2 løgtingslimir valdar. Løgtingslimir í Føroyum 1974-78. Tað vóru 26 limir í Føroya Løgtingi millum løgtingsvalini 1974 og 1978. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vóru størstu flokkar við ávikiavist 7 og 6 limum. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu 5 limir hvør, meðan Sjálvstýrisflokkurin og Framburðsflokkurin høvdu ávikiavist 2 og ein løgtingslim. 1755. 1755 (MDCCLV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1756. 1756 (MDCCLVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1757. 1757 (MDCCLVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1758. 1758 (MDCCLVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1759. 1759 (MDCCLIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Hanus Samró. Hanus Samró (føddur 1. mai 1988 í Tórshavn) er ein føroyskur politikari (Fólkaflokkurin), rithøvundur, stjóri í smápartafelagnum Ó og lesandi. Lívsleið. Hann hevur International Baccalaureate Diploma frá International School of the Hague í Niðurlondum frá 2007. I 2008 fór hann í holt við at lesa altjóða handil og búskap við Erasmus Universiteit Rotterdam, men fullførdi ikki. Síðan 2010 hevur hann lisið stjórnmálafrøði við Fróðskaparsetur Føroya. Hann var í starvi hjá Rainbow Seafood í Gloucester uttanfyri Boston í 2007, lærari í Tórshavn 2008–2009 og frilansjournalistur fyri føroyska ungdómstíðarritið og heimasíðuna "MESS" i 2009. Í 2010 gjørdist hann limur í ungmannafelagnum hjá Fólkflokkinum, HUXA, har hann tók við sum formaður sama ár. Í 2011 varð hann valdur inn á Føroya Løgting 23-ára gamal, og hann er harvið tann triðyngsti fast innvaldi løgtingslimur nakrantíð. Eftir at hann varð valdur inn á ting, fór hann frá sum formaður í HUXA sama árið. Samró er limur í Løgtingsins vinnunevnd og Løgtingsins trivnaðarnevnd. Í 2011 gav hann út sína fyrstu bók, tá hann gav út skaldsøguna "Tey bæði. Trúfesti og fullkomin friður". Tvey ár seinni gav hann út eina skaldsøgu afturat, sum hevur heitið "Hans Jensen", og í 2014 kom triðja skaldsøga hansara, "Ein dagføring", ið er ein ungdómsskaldsøga, ið varpar ljós á alsamt størri nýtslu á Facebook. Familja. Hann er sonur Óla Samró, stjóra í FAREC International í Haag, og Thurid Samró, tannrøktari í Dental Art Clinic í Dubai. Hilmar Bech. Jegvan Hilmar Bech (føddur 19. juli 1933 í Porkeri, deyður 18. august 2016) var ein føroyskur lærari og politikari (Javnaðarflokkurin). Hann varð útbúgvin lærari frá Haslev seminarium frá 1958, og starvaðist sum lærari í Vági 1958–1959, og síðan í Porkeri til 1999. Hann var bygdarráðslimur í Porkeris kommunu 1962–1966. Hann hevði eisini fleiri onnur almenn álitisstørv. Hann umboðaði Javnaðarflokkin á Føroya Løgtingi frá 1970–1984, valdur inn í Suðuroyar valdømi. Løgtingsformaður 1979–1980. Bech var varalimur til Løgtingið 1984–1990. Løgtingsvalið 1984. Løgtingsvalið 1984 var hildið hin 8. november 1984 eftir at Pauli Ellefsen, løgmaður, útskrivaði løgtingsvalið til tann síðsta dagin ið var møguligur, júst fýra ár eftir løgtingsvalið 1980. Valúrslitið innibar at tann borgarliga stjórnin hjá Paula Ellefsen (Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin) noyddist at fara frá so nýggja mið-vinstrasamgongan, sum gjørdist fjórða stjórnin hjá Atla Dam (Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin) kundi taka við. Stjórnarskiftið fór fram hin 10. januar 1985. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin gjørdist harvið andstøðuflokkar. Heini O. Heinesen. Heini Oyolvur Heinesen (føddur 6. august 1938 í Kunoy, deyður 13. august 2018) var ein føroyskur politikari (Tjóðveldi). Lívsleið. Hann var sjómaður 1954–1955 og var síðan í snikkaralæru í Klaksvík til 1959. Heinesen var byggimeistari 1967–1977 og vegaformaður hjá Landsverkfrøðinginum 1978–1988. Heinesen var bygdarráðslimur í Kunoy frá 1977, og var eisini limur árini 1962–1970. Hann var borgarstjóri í kommununi 1977–2008 og varaborgarstjóri 2009–2012, og virkaði sum borgarstjóri eftir at John Damberg flutti til Danmarkar í oktober 2012. Sum lokalpolitikari var hann eisini formaður í Føroya Kommunufelag 1983–1985. Frá 1. januar 2013 gjørdist Heini varaborgarstjóri í Kunoy, um hann tá gjørdist borgarstjóri og hevði virkað sum borgarstjóri alt valskeiðið, so hevði hann sett heimsmet í at veri heimsins elsti í einum slíkum starvi. Heinesen var stýrislimur 1978–1981 og formaður 1981–1984 í lokalfelagnum Norðoya Tjóðveldisfelag, landsnevndarlimur 1981–1984, limur í lokalnevndini 1990–1994, limur í starvsnevndini í fleiri ár frá 1994, flokksformaður 1994–1998 og flokksleiðari á Tingi 1994–2004. Hann var valdur á Føroya Løgting fyri Norðoyar valdømi 1984–2004 og 2008–2011. Privatlív. Heini O. Heinesen giftist Honnu Adam á 70 ára føðingardegi sínum í 2008. Hanna doyði í 2016. Seinastu árini búði Heini O. Heinesen á Norðoya Ellis- og Røktarheimi í Klaksvík. Miami. Miami er ein býur í Florida, USA, við 419.777 íbúgvum (2013). Hann er eisini tann býurin, ið hevur flest íbúgvar, har suðuri í Florida. Miami liggur í einum tropiskum øki, har plantuvøksturin er sera góður. Í Miami mugu bilførarar gjalda fyri at sleppa at koyra á vegunum í býnum. Kostnaðurin er ymiskur, alt eftir nær á degnum tað er. Soleiðis ber til at stýra ferðsluni, so at bilrøðirnar ikki verða so langar. Býurin hevur eisini nútímans ferðsluskipan við grundarbreytum og bussum. Appilsin. thumbnail thumb Appilsinir ("Citrus Sinesis") hava uppruna úr Burma og tí sunnara partinum av Kina. Síðan hava tær breitt seg út til India, og síðan til Evropa, har tær hava verið dyrkaðar síðan 15. øld. Mina Reinert. Mina Reinert (fødd 30. september 1946 í Sørvági) er ein føroyskur rithøvundur, korrespondentur, lærari og ummælari. Hon bleiv studentur úr Hoydølum 1966, bleiv útbúgvin korrespondentur í enskum og týskum 1967, arbeiddi hjá ymsum donskum fyritøkum og las eisini franskt við Københavns Universitet. Flutti heim til Føroya í 1976 at arbeiða á Frímerkjadeild Postverks Føroya, har hon var til 1987. Síðani hevur hon útbúgvið seg og arbeitt sum lærari í enskum og informatiónsviðgerð á Føroya Handilsskúla. Mina hevur skrivað útvarpsleikir, sjónleikir, stuttsøgur og yrkingar, sum hon hevur útgivið í tíðarritunum Følv, Birting og Brá. Í 1996 kom krimiskaldsøgan Duldar leiðir, sum varð útgivin á Mentunargrunni Studentafelagsins. Dagny Joensen. Dagny Joensen (fødd 31. januar 1941 í Klaksvík) er ein føroyskur rithøvundur og blaðkvinna. Týðingar. Jóanna, skaldsøga eftir Fay Weldon 1989 Oluf Djurhuus. Oluf Djurhuus (føddur 18. juni 1928 Innan Glyvur) er ein føroyskur rithøvundur. Hann hevur útgivið tríggjar skaldsøgur, fýra minningarrit og eina bók við endurminningum. Hann hevur starvast sum elektrikari, mest á Skála Skipasmiðju. Familja. Oluf er sonur Heina Djurhuus og Elisabeth Durhuus úr Gutthúsi á Eiði. Giftist 5. januar 1958 við Fanny Reinert Petersen av Saltnesi, dóttir Dáva Petersen og Ninnu, f. Reinert. Børn: Meinhild, Dávur, Elisabeth, Heini, Finnbogi og Rógvi. Sonni Jacobsen. Sonni Jacobsen (føddur hin 19. februar 1959 í Sørvági) er ein føroyskur rithøvundur. Foreldrur hansara vóru Herluf og Charlotta Jacobsen í Sørvági. Frá hann var 3 ára gamal vaks hann upp hjá pápabeiggjanum, Jóhan á Ørg og konu hansara Lenu í Sørvági orsakað av, at mamman var vorðin sjúk og pápin sigldi. Hann hevur útgivið tvær bøkur um Sørvágs søgu, fýra skaldsøgur, tvær metbøkur og eina bók sum eitur Greinar og rit. Fyrsta bókin ið hann gav út var bygdasøgan "Sørvágur og sørvingar I", sum kom út í 1995. David Johannesen. David Johannesen (føddur 19. mai 1949 í Miðvági) er ein føroyskur prestur og rithøvundur. Tá ið David hevði tikið realprógv í 1967 á Giljanesi, fór hann niður til Danmarkar, har hann í 1969 tók klassiskt málsligt studentsprógv á Rønde Kursus. Í 1976 tók hann gudfrøðiligt embætisprógv við lærda háskúlan í Århus. David var sóknarprestur í Vága prestagjaldi frá 1. august 1977 til 1. august 2012. Hann er sonur Steintór Johannesen, skipara úr Miðvági og konu Marin Kristinu, fødd Davidsen, úr Kvívík. David giftist 27. juni 1981 við Siggu Mariu Joensen, radiografi, úr Klaksvík. Tey eiga tríggjar døtur, Maritu, Karin Elisu og Honnu Kristinu. Einar Petersen. Einar Petersen (føddur 19. juli 1939 í Sørvági, deyður 17. august 2002) var ein føroyskur rithøvundur. Hann skrivaði fyrstu føroysku krimiskaldsøguna, sum kom út á føroyskum, tað var í 1987. Lívsleið. Foreldur hansara vóru Danial Petur Petersen úr Sørvági og Katrina Petersen fødd Hansen úr Mykinesi. Eftir lokna skúlagongd, stutt eftir at hann var vorðin fermdur í 1953 fór hann á Føroya Fólkaháskúla. Árið eftir fór hann til skips, á Suðurlandið við sluppini Henry Freeman, og seinni ein sildatúr undir Føroyum við sluppini Sílinum. Sostatt upplivdi hann sum blaðungur endan á gomlu slupptíðini. Í 1957 fór hann á sjómannaskúla í Esbjerg í tríggjar mánaðir, haðandi gekk ferðin beinleiðis út at sigla. Hann sigldi við farmaskipum í okkurt um 23 ár. Honum dámdi væl at ferðast, í frítíðini ferðaðist hann nógv til eitt nú New York í USA, Genua í Italiu og Kobe í Japan. Eitt nú helt hann allar sínar feriur í Kobe í tíðarskeiðinum 1968 - 1972 og var í landi upp til tríggjar mánaðir um ferðina. Umframt at hann hevur siglt úti, hevur hann eisini arbeitt á flakavirkinum í Sørvági og sum arbeiðsmaður hjá Sørvágs kommunu. Tað fyrsta sum varð útgivið, sum Einar hevði skrivað, var tá hann saman við tveimum øðrum næmingum á Háskúlanum skrivaði ein føroyskan stíl við heitinum: Heðin Brú: Lív og skaldskapur. Lærararnir hildu henda stíl vera so frægan, at teir settu hann í tíðindablaðið 14. september. Seinni bleiv hann endurgivin í einum riti hjá Háskúlanum. Einar gav út fyrstu føroysku krimiskaldsøguna í 1987. Tá hann andaðist í 2002, lá eitt handrit eftir hann, sum ikki var givið út. Rithøvundurin Sonni Jacobsen skrivaði søguna lidna og gav út bókina Lukretia í navninum hjá Einari Petersen í 2004. Tað vóru Sonni Jacobsen og Ólavur í Beiti, rithøvundar úr Sørvági, sum í samráð við arvingarnar hjá Einari, góvu út ymiskt skrivligt tilfar ið lá eftir Einar, alt varð útgivið í bókini Lukretia, tað var bæði nýtt og eldri tilfar, t.d. var krimiskaldsøgan "Deyðin sendir apríl" eisini við í bókini. Ólavur í Beiti. Ólavur í Beiti (føddur 23. november 1952, uppvaksin í Sørvági er ein føroyskur rithøvundur og blaðmaður. Hann hevur útgivið fleiri bøkur. Hann stovnaði Vágaportalin 12. desember 2007 og rak hann í fleiri ár. Í 2013 seldi hann Vágaportalin til Gunnar Skúvadal úr Vestmanna, men fer hóast tað at halda fram við at skriva har eina tíð afturat. Hann tók studentsprógv í 1973 í Hoydølum og hevur síðan fingist við ymiskt. Starvaðist sum blaðmaður í góð fýra ár, var eina tíð við føroyskum fiskiskipum á lodnu- og makrelveiðu og eisini í langfarasigling. Hann hevur eisini starvast sum skúlalæraravikarur í nøkur ár og var skúlaárið 1976/77 vikarur í Mykinesi. Hann hevur eisini búð í Onglandi og Danmark í nøkur ár í lestrarørindum, og býr nú aftur í Sørvági. Í 1980 gav kann út á egnum forlagi stuttsøgusavnið Ung sál, í 1988 savnið Genturnar í Leixoës, og í 1989 savnið Einaferð. Sama ár, 1989, skrivaði hann eisini heftið Sørvágs skúli í sambandi við skúlavígsluna tann 11. november 1989. Í 1994 gav E.O.Prent Forlag út savnið Frøkun Snarljós og hennara dýrabæra ogn, og í 1995 gav hann út bókina Eitt slag av tíð. Forlagið hjá honum nevnist Forlagið Grønhólmur og hevur givið út Genturnar í Leixoës og Einaferð, og bókina Eitt slag av tíð, sum var ein tann fyrsta bókin í føroysku ISBN - skrásetingini. Fleiri av søgum hansara hava verið lisnar upp í Útvarpi Føroya og hava eisini staðið í føroyskum bløðum, eitt nú Dimmalætting og Oyggjatíðindum. Ólavur hevur útgivið stuttsøgur, skaldsøgur, hugleiðingar, endurminningar, greinar o.a. Keldur. Beiti, Ólavur í Høgni av Heiði. Høgni av Heiði (fyrr Mortensen, føddur 2. januar 1962 í Keypmannahavn, uppvaksin í Havn) er ein føroyskur rithøvundur. Eftir studentsprógv úr Hoydølum tók hann prógv í russiskum á Pusjkin-skúlanum í Moskva 1983 og prógv á Føroya Læraraskúla í 1986. Sama árið flutti hann við vietnamesisku konuni til Keypmannahavnar, har hann hevur starvast á ymsum skúlum, bókasøvnum og heilsølum. Høgni hevur fyri seg sjálvan lisið bæði sálarfrøði, heimspeki og bókmentir, men einahelst gudfrøði hevur havt hansara áhuga. Hetta seinasta evnið hevur hann skrivað um í teimum føroysku bløðunum og givið út bókina Prestar og profetar, 18 greinir um átrúna og lívsáskoðan 1994. Við skaldsøguni "Tað heita summarið", sum kom út í 1987 gjørdi Høgni av Heiði av álvara vart við seg í føroyskum bókmentum. Bæði tí søgan fer fram í Vjetnam, og tí hon er meira erotisk enn vanligt var í føroyskum bókmentum. Vida Akselsdóttir Højgaard. Vida Akselsdóttir Højgaard (fødd 1. mai 1945 og uppvaksin í Kaldbak) er ein føroyskur rithøvundur. Lívsleið. Eftir realprógv frá Færøernes Mellem- og Realskole fór hon í bankalæru og tók handilsprógv í 1963. Ígjøgnum øll áttatiárini skrivaði hon javnan í bløðunum um kvinnumál, um heim, børn, skúla og samfelagsmál yvirhøvur, og onkur yrking sá eisini dagsins ljós. Um hetta mundið var hon eisini politiskt virkin og varð uppstillað fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið í 1988 og í løgtingsvalið 1990. Hon hevur havt fleiri nevndarsessir, m.a í Barnaverndini í Havn, Felagnum Føroyar-Ísrael og Føroya Urtagarðsfelag, ið hon var við til at stovna, og í nýggjari tíð sum skrivari í Rithøvundafelag Føroya (2006-2008). Hon hevur roynt ymiskt úti á arbeiðmarknaðinum frá flakavirki og kafeteria til at seta prestar upp fyri Landsverk. Í 1997 tók hon danskt skrivstovuprógv og prógv í enskum og starvaðist eftir tað í eitt ár fyri oljuvinnuna við at umseta føroyskt blaðtilfar til enskt. Sína fyrstu yrking skrivaði hon sum tíggju ára gomul (hon var uppá rím). Hevur altíð av og á skrivað sangtekstir, blaðgreinar, hugleiðingar og yrkingar. Í 2003 fór hon í holt við at skriva bókina Mørk, sum er eitt slag av ævisøgu í skaldsøguhami, og á vári 2008 fór hon undir at savna yrkingar, ið stava frá tíðarskeiðnum fyrst í áttatiárunum og fram til 2008. .me. .me er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Montenegro. .uy. .uy er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Uruguei. .kn. .kn er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til St. Kitts og Nevis. .gp. .gp er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Guadeloupe. .gq. .gq er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Ekvatorguinea. .hm. .hm er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Heard- og McDonald-oyggjar. .lc. .lc er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til St. Lusia. .ly. .ly er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Libya. .mc. .mc er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Monako. .md. .md er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Moldova. .io. .io er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Bretsku Indiahavsoyggjar. .mh. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Marshalloyggjar. .mk. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Makedónia. .ml. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Mali. .mm. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Burma. .mo. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Makao. .mp. er eitt internets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Norðurmarionnuoyggjarnar. .mq. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Martinique. .nc. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Nýkaledonia. .nu. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Niue. .pm. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Saint-Pierre og Miquelon. .pn. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Pitcairnoyggjar. .st. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Sao Tomi og Prinsipi. .su. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Sovjetsamveldið. .td. er eitt internets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Kjad. .tf. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til TAAF (French Southern and Antarctic Lands). .to. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Tonga. .tt. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Trinidad og Tobago. .tv. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Tuvalu. .tz. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Tansania. .ua. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Ukreina. .ug. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Uganda. .ws. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Samoa. .ye. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Jemen. .yt. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Mayotte. .za. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Suðurafrika. .zm. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Sambia. .yu. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Jugoslavia. .wf. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Wallis og Futuna. .vu. .vu er eitt internets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Vanuatu. .vi. er eitt internets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Amerikonsku Jómfrúoyggjar. .vg. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Bretsku Jómfrúoyggjar. .ve. er eitt internets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Venesuela. .vc. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Sankta Vinsent og Grenadinoyggjar. .uz. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Usbekistan. .um. er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til United States Minor Outlying Islands. Føroyskar kvinnur í politikki. Listi yvir føroyskar kvinnur í politikki, løgtingslimir og varafólk, landsstýriskvinnur og fólkatingslimir. Malla Samuelsen. Malene (Malla) Sofie Samuelsen, vanliga nevnd Malla Samuelsen (fødd 11. juli 1909 á Kirkju, deyð 29. november 1997 í Tórshavn) var ein føroyskur politikari. Hon var fyrsta føroyska kvinnan, ið tók sæti á Føroya Løgtingi, tað var sum varafólk í 1964. Lívsleið. Malla vaks upp á Kirkju. Hon var dóttir Susanne Elisabeth Zachariasen (1885-1919) og Petur Pauli Poulsen (1881-1957). Tá Malla var 8 ára gomul, doyði mamma hennara, og tey sjey systkini vuksu upp ymsastaðni hjá familjuni. Malla vaks upp hjá ommuni og abbanum í móðurætt, abbi hennara var S.M. Zachariasen, sum var skúlalærari, politikari og skald. Tá hon var 16 ára gomul, flutti hon til Havnar, har hon helt hús fyri ein morbróður og ein beiggja hennara. Hon búði har í eini tvey ár, og gekk eisini eitt skifti tá á háskúlanum í Havn. Síðan fór hon til Danmarkar at vera ung genta í húsinum. Har fór hon í læru sum garvari. Afturkomin til Føroya royndi hon at etablera seg sum garvara, men tað noyddist hon at gevast við og fór aftur til Keypmannahavnar at arbeiða sum tænastugenta. Í 1935 giftist hon við Carl Niklas Samuelsen, og hon og maðurin búsettust í Havn. Hann sigldi í donsku sjóverjuni, so hon var ofta heima einsamøll við børnunum, eins og nógvar aðrar føroyskar kvinnur. Tey fingu trý børn: Beinta (1936), Elinborg (1942), Sjúrður (1947). Í 1952 var Malla ein av stigtakarunum til Kvinnufelagið í Havn. Hon sat í nevndini í fleiri ár og eisini sum formaður nøkur ár. Tær í kvinnufelagnum meintu, at kvinnur eisini áttu at luttaka aktivt í politikki, og tá listarnir ið vóru frammanundan ikki so fegnir vildu hava kvinnur á listan, so gjørdu tær sín egna lista við Mallu sum høvuðsvalevni til býráðsvalið í 1956, hon hevði annars tilknýti til Sjálvstýrisflokkin. Malla varð vald inn í Tórshavnar býráð og gjørdist limur í fleiri av teimum føstu nevndunum. Alt valskeiðið til 1960 var hon forkvinna fyri Sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð. Kvinnulistin stillaði aftur upp til næsta býráðsval, men tá høvdu hinir listarnir eisini fingið nakrar kvinnur á teirra listar. Tað eydnaðist tó ikki nakrari av teimum at verða valdar tá. Í 1964 tók hon sæti sum varafólk á Løgtinginum, og gjørdist harvið fyrsta føroyska kvinna ið tók sæti har. Tað gingu tó 14 ár, áðrenn tær fyrstu kvinnurnar vóru valdar beinleiðis inn á Føroya Løgting, tað var í 1978, tá Jona Henriksen og Karin Kjølbro vóru valdar á ting. Í 1965 bleiv hon eggja til at gerast leiðari av tí kommunala ellis- og røktarheiminum í Havn, og hon segði ja, og skuldi fyrst bara vera leiðari í 3 mánaðir, men tað endaði við at hon sat sum leiðari av heiminum í 13 ár. Malla var eisini limur í barnaverndini í Havn í nógv ár. Andras Miðskarð. Andras Miðskarð (føddur 20. august 1935 í Klaksvík, uppvaksin í Svínoy) er ein føroyskur rithøvundur, skipsførari og fyrrverandi havnameistari. Foreldur: Susanne Miðskarð, fødd Jensen, húsmóðir, ættað av Biskupsstøð í Klaksvík. Magnus Poulsen, seinni Miðskarð, fiski- og arbeiðsmaður úr Svínoy. Hann er giftur við Ruth Miðskarð, f. Andersen, saman eiga tey tvey børn: (Dagny f. 1972) og Jóhannes (f. 1974). Árið eftir at Andras var fermdur, fór hann til skips, hann var við føroyskum, íslendskum og donskum fiskiskipum til hann fór á navigatiónsskúla. Hann hevur síðan siglt sum yvirmaður 10 ár í danska handilsflotanum. Á heysti 1971 gjørdist hann útróðrarformaður í vetrarhálvuni, meðan hann í summarhálvuni var avloysari á Strandfaraskipum Landsins, til hann fekk starvið sum havnarfúti við Klaksvíkar havn 1977-2003. 1741. 1741 (MDCCXLI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1740. 1740 (MDCCXL) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum Árni Dahl. a> í Stóra Pakkhúsi í Vági. Árni Dahl (føddur 31. juli 1946 í Funningsfirði) er ein føroyskur rithøvundur, lærari, týðari og blaðstjóri. Hevur frá 1978 staðið fyri forlagnum "Fannir", ið frá stovningardegnum hevur givið út o.u. 100 bøkur. Í 1996 var hann heiðraður við Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri annað mentanarligt avrik, og í 2014 var hann heiðraður við Heiðursgávu landsins. Lívsleið. Árni vaks upp á Viðareiði til 1953, í Klaksvík 1953-63 og í Keypmannahavn 1963-64. Síðan 1964 hevur hann mest búð í Havn og í Hattarvík. Foreldur hansara vóru Jacobina (Bina) Dahl, f. Johannessen (1914-85) og Óli Dahl (1915-92) bæði úr Funningi. Í 1969 giftist hann Marionnu Debes Dahl, fødd Joensen, tey fingu børnini Tótu Árnadóttur, (fødd 1970) og Teit Árnason, (føddur 1972). Marianna er eisini rithøvundur. Hann tók realprógv í Klaksvík í 1963, læraraprógv (málsliga deild) á Føroya Læraraskúla 1969. Hann tók ársskeið í føroyskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya 1975-76, exam. art.-prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum 1977. Hann hevur starvast sum lærari á ymsum skúlum og hægri lærustovnum, á Venjingarskúlanum 1970-83, var tímalærari í nøkur ár á læraraskúlanum og fekk fast starv har í 1983, hann var tímalærari á Føroyamálsdeildini einstøk ár í áttitiárunum og á eftirútbúgvingarskeiðum frá 1980. Hann var lærugreinaráðgevi í føroyskum á landsmiðstøðini 1989-92 og 1993-94. Páll Nolsøe (føddur 1976). Páll Nolsøe (føddur 26. oktober 1976 í Keypmannahavn, uppvaksin í Havn) er ein føroyskur rithøvundur. Hann er málsligur studentur úr Hoydølum frá 1996 og er útbúgvin cand.comm. í søgu og samskifti frá RUC í 2006 og arbeiðir í landsfyrisitingini í Havn. Í 2011 fekk hann starvsløn í 3 mánaðir úr Mentanargrunni Landsins. Í november 2013 gav Sprotin út hansara fyrstu skaldsøgu, sum var ein krimiskaldsøga við heitinum "Brot". Hann er sonur hagfrøðingin og politikaran Axel H. Nolsøe og Lenu Nolsøe f. Jacobsen úr Klaksvík. Hann hevur tvær døtrar, føddar 2006 og 2008. 1731. 1731 (MDCCXXXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1730. 1730 (MDCCXXX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1721. 1721 (MDCCXXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1720. 1720 (MDCCXX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum Levi Niclasen. Levi Niclasen, sum yrkjari betri kendur sum Óðin Ódn (føddur 1. mai 1943 á Tvøroyri, uppvaksin í Hvalba) er ein føroyskur rithøvundur, tónleikari, lærari og politikari. Aftan á barnaskúlan arbeiddi hann í kolinum í Hvalba. Í 1957 stovnaði hann saman við brøðum sínum ein tónleikabólk, og brátt blivu teir kendir sum Hvalbiarbrøðurnir. Teir góvu út tvær stak plátur í 1962. Hann var í Grønlandi 1960 og 1961 og arbeiddi á landi í Føroyingahavnini fyri Nordafar. Hann fór síðan á læraraskúla í Havn og tók prógv frá Føroya Læraraskúla í 1967. Var settur sum lærari við Hvalbiar skúla 1. august 1967. Hevur verið skúlaleiðari við Hvalbiar skúla frá 1. august 1979. Hann hevur eisini verið á Fróðskaparsetri Føroya og fullført nám í føroyskum og bókmentum 1969-70. Hann hevur útgivið fleiri yrkingasøvn og eisini eitt stuttsøgusavn og eina bók við bæði yrkingum og stuttsøgum. Hann hevur eisini týtt tvær bøkur til føroyskt. Familja. Foreldur: Thomasia Niclasen, f. Thomasen á Giljanesi í Vágum og Hentzar Niclasen, kongsbóndi á Hamri í Hvalba. Giftist í 1971 við Súsonnu Niclasen, f. Holm. Hon er fødd í Hvalba í 1950. Tey eiga tríggjar synir: Tórarinn, Tóroddur og Njálur. Jóannes Kjølbro. Jóannes Kjølbro (føddur 1958), er ein føroyskur verkfrøðingur og rithøvundur. Hann er sonur Ewald og Gerdu Kjølbro, Klaksvík, giftur við Selmu Ranghamar. Hann vaks upp í Klaksvík, tók studentsprógv í Hoydølum 1978 og prógv sum sivilverkfrøðingur við DTU í Keypmannahavn í 1984. Síðan tók hann prógv í HD (R) við Sydjydsk Universitetscenter í Esbjerg í 1996. Síðan 1984 hevur hann starvast sum verkfrøðingur, frá 1991 innan oljuvinnu fyri Maersk. Í hesum sambandi hevur hann arbeitt í Danmark, Singapore, Suðurkorea og Qatar og í styttri tíðarskeiðum á offshore oljuplatformum. Hann hevur skrivað nakrar greinar um tøknilig evni í samband við altjóða tøkniligar ráðstevnur. Í 2004 gav hann út skaldsøguna "Meðan sólin í eystri roðar". 1744. 1744 (MDCCXLIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum 1745. 1745 (MDCCXLV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1746. 1746 (MDCCXLVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1747. 1747 (MDCCXLVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1748. 1748 (MDCCXLVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum 1749. 1749 (MDCCXLIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1696. 1696 (MDCXCVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1695. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini - 1690-árini - 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini 1740-árini 1750-árini Árstal: 1690 1691 1692 1693 1694 - 1695 - 1696 1697 1698 1699 1700 1694. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini - 1690-árini - 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini 1740-árini Árstal: 1689 1690 1691 1692 1693 - 1694 - 1695 1696 1697 1698 1699 Tónlist (tónleikabólkur). Tónlist var ein tónleikabólkur av Strondum, sum varð stovnaður í 1979 og var mest aktivur fyrst í 1980-árunum, tó spældi bólkurin av og á alment til 1995. Hann spældi mest føroyskar sjómansrímur og sangir úr Songbók Føroya fólks. Áðrenn jól 1981 útgav bólkurin kasettuband við heitinum "Har bylgjan leikar". Sølan setti met við 6000 seldum eintøkum. Í november 2013 sendi Kringvarp Føroya ein part av sjónvarpsrøðini Minnist tú enn, sum Suni Merkistein og onnur stóðu fyri. Har kom eitt nú fram, at ein dagin hevði Útvarp Føroya spælt bandið hjá Tónlist í døgurðatímanum, tá tað júst var komið út, og sama dag bleiv kasettubandið "Har bylgjan leikar" hjá Tónlist útselt ella so gott sum útselt, og fleiri máttu fáast til vega. Fleiri av sangunum gjørdust hitt og vóru ofta at hoyra í útvarpinum. Ein annar tónleikabólkur hevur verið á Strondum, sum eisini nevndist Tónlist. Tann bólkurin spældi alment frá 1963 til 1967. Tónlist av Strondum, sum spældi frá 1963-68. I 1963 tog jeg til Torshavn for at købe mig en guitar og en forstærker på trods af jeg aldrig havde ejet en guitar før. Det blev en fantastisk tid men denne guitar. Jeg lærte ret hurtigt at spille rytmeguitar og inden jeg have set mig om, spillede jeg sammen med nogle venner i et band. Den første aften glemmer jeg aldrig, fordi jeg var rigtig nervøs kan jeg huske. Pludselig var det mig og de to andre der var midtpunkt for det hele, og det var jeg ikke vandt til, men det var en utrolig fornemmelse. Lige pludselig var jeg blevet berømt på Strendur. Vores første instrumenter var en harmonika, en halv akustisk guitar, og så min fine Høfner guitar med forstærker. Hvordan det lød ved jeg ikke, men jeg kan huske at der ikke blev danset ret meget i begyndelsen, folk var mere interesseret i at kikke på os der spillede. I 1964 fik vi så rigtige instrumenter. En forstærker pr. mand, sanganlæg og et trommesæt, så da begyndte det at blive rigtig sjovt. Dem der spillede med Tónlist dengang var. Tonny Thomsen sang og sologuitar, hans bror John Thomsen sang og basguitar, Erhard Olsen sang og rytmeguitar, og Símin Rasmussen sang og trommer. Musikken der blev spillet, var alt muligt, fra vals til Rokk’n’roll, og selvfølgelig alt det færøske der var fremme dengang. Musikken må have lydt godt nok, for der var fuld hus hver aften vi spillede. Der kom folk fra hele øen til dans på Strendur, så der var altid en fantastisk god stemning i Danstovan Hesin tónleikabókurin spældi fyrstu ferð í 1963. Teir góvust at spæla í 1968. Har bylgjan leikar. Har bylgjan leikar er ein føroysk tónlekaútgáva hjá tónleikabólkinum Tónlist (tónleikabólkur) av Strondum, teir útgóvu kassettubandið í 1981, stutt áðrenn jól. Teir fýra ungu strandingarnir ið mannaðu bólkin vóru Andras Danielsen, sang, guitar, bass, kór, Poul Jacobsen, guitar, Hans Nielsen, sang, akkustiskan guitar, kór, Regin Johansen, trummur (andaðist í 1998). Sølan setti met við 6000 seldum eintøkum. Í november 2013 sendi Kringvarp Føroya 6. part av sjónvarpsrøðini Minnist tú enn, sum Suni Merkisstein stóð fyri. Har kom eitt nú fram, at ein dagin hevði Útvarp Føroya spælt bandið hjá Tónlist í døgurðatímanum, tá tað júst var komið út, og sama dag bleiv kasettubandið Har bylgjan leikar hjá Tónlist útselt ella so gott sum útselt, og fleiri máttu fáast til vega. Fleiri av sangunum gjørdust hitt og vóru ofta at hoyra í útvarpinum. Vestmenn. Vestmenn er ein føroyskur tónleikabólkur úr Vestmanna, sum var nógv frammi í 1980'unum og enn er virkin til tíðir, eitt nú skulu teir framføra á Countryfestivalinum í Sørvági í 2014. Vestmenn góvu út "Brot" í 1983, har eitt nú sangurin sum byrjaði soleiðis: "Eg siti so eina við bálið í kvøld" - var nógv at hoyra. Hetta var country og western tónleikur á føroyskum máli. Sangurin Ró var eisini á hesari lp-plátuni og kasettubandinum. Tað var Ólavur Højgaard sum var forsangari, meðan Martin Joensen sang backing-røddir. Bæði Ólavur og Martin gjørdu løgini, meðan Martin skrivaði teir flestu sangtekstirnir. Allir limirnir í bólkinum komu frá sama grannalag í Vestmanna og vóru vinmenn. Í sjónvarpssendingini Minnist tú enn, sum Suni Merkistein stóð fyri, var samrøða gjørd við limirnir í Vestmonnum og brot vóru víst frá 1980'unum. Brot (Vestmenn). Brot er ein føroysk tónleikaútgáva, sum Vestmenn góvu út í 1983 hjá H.C.W. Tórgarð. Brot kom út sum lp-pláta og kasettuband. Limirnir í Vestmonnum vóru: Ólavur Højgaard (sangur, tónasmiður), Martin Joensen (bass, guitar, sangur, sangskrivari, tónasmiður), Jógvan í Toftum Olsen (trummur), Niels Olsen (harmonika, keyboards) og Bogi Olsen (guitar, orgul). Kanska í dag. Kanska í dag er ein føroysk tónleikaútgáva, útgivin sum LP-pláta og kasettuband í 1985; tað var vestmannabólkurin Vestmenn, ið gav út hjá plátufelagnum H.C.W. Tórgarð. Suni Merkistein. Suni Merkistein er ein føroyskur rithøvundur, og kendur fyri at gera sjónvarpssendingar um føroyskan ítrótt og mentan. Hann hevur eitt nú staðið fyri sendingum um fótbóltsfeløgini HB, KÍ og TB. Í 2010 var ein røð av sjónvarpssendingum um føroyskan tónleik sendar í Kringvarpi Føroya, sendingarnar nevndust "Minnist tú enn?". Fyrst vóru fimm partar framleiddir og vístir í 2010, og seinni, í 2013, vóru nýggjar sendingar gjørdar í hesi røðini, tann fyrsta "Minnist tú enn?, 6. partur" varð vístur 20. november 2013. 1734. 1734 (MDCCXXXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1735. 1735 (MDCCXXXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1736. 1736 (MDCCXXXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum 1737. 1737 (MDCCXXXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1738. 1738 (MDCCXXXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1739. 1739 (MDCCXXXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Børge Brende. Børge Brende (føddur 25. september 1965) er uttanríkisráðharri í Norra. Børge Brende er eitt kent navn í norskum politikki, hann hevur verið virkin í Høgra síðani hann var 14 ára gamal. Hann er 48 ára gamal (2013), og hevur áður verið umhvørvisráðharri og vinnumálaráðharri í Bondevik 2-stjórnini. Hann hevur eisini verið næstformaður í Høgra frá 1994 til 1998. Brende varð valdur inn á Stórtingið til valini í 1997, 2001 og 2005. Áðrenn tað sat hann tvær setur sum varalimur til Stórtingið. Hann hevur umframt at arbeiða í World Economic Forum eisini staðið á odda fyri Norska Reyða Krossi. Norska tíðindastovan, NTB, skrivar, at Erna Solberg (H) vónar, at Børge Brende kann bøta um viðurskiftini við Kina, sum hava verið sera kaldlig, síðani kinesiski andstøðingurin, Liu Xiaobo, fekk Nobel friðarheiðurslønina í 2010. Eygleiðarar vísa á, at Børge Brende í starvi sínum sum stjóri í World Econmic Forum hevur havt beinleiðis samband við kinesiska forsætisráðharran. Virðisløn frá Norska Akademinum til minnis um Thorleif Dahl. Virðisløn frá Norska Akademinum til minnis um Thorleif Dahl (Det Norske Akademis Pris til minne om Thorleif Dahl) er ein bókmentavirðisløn, ið verður latin einaferð um árið, í november, av Det Norske Akademi for Språk og Litteratur. Virðislønin verður latin fyri at heiðra einum persóni í hevur skrivað framúrskarandi bøkur antin fagrar bókmentir ella yrkisbókmentir á norskum ríkismáli, ella til ein ið hevur týtt verk til norskt ríkismál, antin innan fagrar bókmentir ella yrkisbókmentir. Síðan 1991 hevur virðislønin verið á 100.000 norskar krónir. Virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1983. Aschehoug-virðislønin. Aschehougvirðislønin er ein norsk bókmentavirðisløn, ið verður latin hvørt ár av bókaforlagnum Aschehoug. Virðislønin varð stovnað í 1972 á 100-ára degnum hjá Aschehoug. Kritikerprisen (Noreg). Kritikerprisen er ein røð av norskum virðislønum, ið hvørt ár verða býttar út av Norsk Kritikerlag. Kritikerlaget býtir eisini út Dalgards kritikarpris. Vinnarar av virðislønini fyri ársins bestu bók (vaksin). Listi yvir vinnarar av virðislønini fyri ársins bestu vaksnamannabók verður dagførdur á heimasíðuni hjá Kritikerlaget. 1724. 1724 (MDCCXXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum 1725. 1725 (MDCCXXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1714. 1714 (MDCCXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1715. 1715 (MDCCXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Kritikerprisen (Danmark). Kritikerprisen (Ummælara-heiðurslønin) er ein donsk bókmentaheiðursløn, sum var sett á stovn í 1957 av Den Danske Forlæggerforening. Síðan 1971 hevur Litteraturkritikernes Lav staðið fyri handanini av heiðurslønini. Saman við heiðurslønini fylgir ein upphædd á 30.000 krónur. A. A a er tann fyrsti bókstavurin í tí latínska stavraðnum (alfabetinum) og í tí føroyska stavraðnum. A er eitt sjálvljóð. Bókstavurin A kann sporast aftur til tann grikska bókstavin alfa (stórt Α, lítla α) til tað semitiska ’alef (hebraiska א, arabiska ا). Tað grikska navnið "alfa" er eisini lánt frá tí semitiska navninum "’alef", sum merkir "oksi"; bókstavurin ímyndar eitt oksahøvd, men er í sínum grikska og latínska formi vent á høvdið, soleiðis at hornini venda niðureftir: A. B. B [be] er annar bókstavur í tí latínska stavraðnum og triði bókstavur í tí føroyska stavraðnum. B er hjáljóð. B kemur frá tí grikska bókstavinum "beta", sum kemur frá bókstavinum "beth" úr tí fønikiska stavraðnum, sum upprunaliga sá út sum eitt hús. Bókstavurin B verður eisini nýttur sum symbol fyri frumevnið Bor. B verður í ávísum førum nýtt um nakað sum er verri sæð í mun til nakað annað, t.d. verður tosað um B-filmar, sum eru av verri kvaliteti enn A-filmar. D. D (stóra D, lítla d) er tann 4. bókstavur í tí latinska og í tí føroyska stavraðnum. D kemur frá tí grikska bókstavinum delta (stóra Δ, lítla δ). Í tí rómversku talskipanini merkir D 500. Latínska stavraðið. Heimskort, sum vísir hvar ið tað latínska stavraðið verður brúkt (myrkagrønt) ella lutvíst (limegrønt). Tað latínska stavraðið er eitt stavrað (alfabet), sum upprunaliga var tilpassað tað latínska málið, og sum síðan hevur breitt seg til nógv onnur mál, og sum nú er tað mest brúkta stavraðið í heiminum. Tað verður fyrst og fremst nýtt í Vesturheiminum, har ið nógv indoevropeisk mál eru, og í londum sum hava verið vesturlendsk hjálond. Tað verður enntá nýtt í ávísum málum, sum hava onnur stavrøð, eitt nú í tí japanska, har nevnt ローマ字, "rōmaji", og í kinesiskum, har tað verður brúkt í pinyin. Navnið á tí latínska stavraðnum eitur á latínskum "abecedarium Latinum" (forn úttala: [abɛkɛ'daːrɪʊm la'tiːnʊm]) ella "alphabetum Latinum" (forn úttala: [alfa'beːtʊm la'tiːnʊm]). Fornlatínska stavraðið. Bókstavurin "C" var ein vesturlendskur variantur av tí grikska bókstavinum "Γ" (gamma), men hann verður nýttur bæði til at vísa eitt g-ljóð og eitt k-ljóð, møguliga sum ein ávirkan frá tí etruskiska málinum, sum manglaði g-ljóð. Bókstavurin "Z" var ikki neyðugur fyri at skriva á latíni og varð í 200-talinum f.Kr. býttur út við tann nýggja bókstavin "G", eitt "C" við einari lítlari vatnrættari striku. Duenosinskriftin frá fyrst í 500-talinum f.Kr er ein av teimum elstu dømunum, sum vísa fornlatínska skrift Hesir bókstavir vóru í longdini troyttandi at skriva, og tí mentist við tíðini ein kursiv hondskrift, sum gjørdist upprunin til teir lítlu bókstavirnir í nýggjari tíð. Man skrivaði heilt einfalt tað ið man helt hava týdning og kursiveraði restina. Nýtíðar latínska stavraðið. Í germanskum málum finnist v-ljóð, sum manglar í tí klassiska latínska. Í 600-talinum, tá ið anglosaksarnir fóru burtur frá at nýta rúnir, til at nýta tað latínsku skriftina, hildu tey tó fast við rúnuna ƿ wynn fyri hetta ljóðið. Seinni fóru tey í staðin at skriva VV, sum við tíðini varð bleiv til W. At man í ávísum málum nevnir W fyri dupult V (t.d. í føroyskum, donskum, svenskum, fronskum) meðan bókstavurin w á øðrum málum verður nevndur dupult U (á engskum) vísir, at tað tá í tíðini ikki hevur verið gjørdur munur ímillum V og U. Den raka formen V användes i början av ord, medan den runda formen U användes i mitten eller slutet, uttan at ávirka úttaluna. Tað fyrsta býtið millum tveir ymiskir bókstavir kemur úr gotiska stavraðnum frá 1386, har ið V kemur í staðin fyri U. Í 1500-talinum kom V at standa fyri eitt hjáljóð og U fyri eitt sjálvljóð, júst sum tað ger tað í dag. Á líknandi hátt brúkti man J og I fyrst og síðst í einum orði, óansæð hvussu úttalan var, men í 1500-talinum kom J at standa fyri hjáljóðinum, og I kom at standa fyri sjálvljóðinum. Høgni Mohr. Høgni Mohr (føddur í Tórshavn 8. oktober 1968) er føroyskur rithøvundur og journalistur. Bókin Fractura nasi var mest selda bók í Føroyum í 2017. Bókin varð í 2019 týdd til danskt við heitinum. í 2014 var Høgni tilnevndur Geytan fyri stuttfilmin "Fall for Ewe". Í 2012 og 2019 fekk hann 6- mánaðar starvsløn frá Mentanargrunni Landsins. Tann 12. august 2018 fekk filmsframleiðarin sáttmála um rættin at gera Fractura nasi til filmhandrit. Yrkisleið. Høgni er útbúgvin maskinsmiður, hevur lisið útflutningstøkni og hevur skrivað, síðan hann var blaðungur. Høgni hevur arbeitt fyri tey flestu føroysku bløðini og hevur eisini havt tekstir í danska Informatión og íslendska Morgunblaðnum. Hann var í nøkur ár knýttur at Kringvarpi Føroya, í útvarpi og sjónvarpi. Høgni hevur arbeitt fyri BBC og Al Jazeera og verið vertur í náttúrusendingum hjá Vice Media, eins og hann hevur luttikið í sending hjá Huffington Post. Skrivað. Mohr, Høgni (2006) ', Øgiliga egið forlag, 297 síður. ISBN 9789991880501. Mohr, Høgni (2010) "Tá deyðin verður avdúkaður", Øgiliga egið forlag, 96 síður. ISBN 9789991880518. Mohr, Høgni (2017) "Fractura nasi", Øgiliga egið forlag, 250 síður. ISBN 9789991880525. Kirsten Brix týtt bókina til danskt 2019. Danskt heiti: Forlag, Amanda Books. Seld til filmframleiðslu í 2018. Mohr, Høgni (2018) "Slepp tær til heiti fani." Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880525 Mohr, Høgni (2019) mær dámar ikki høgna hoydal, Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880549 Sjónvarp og útvarp. Í 2019 gjørdi Høgni Mohr útvarpssendirøðina "Gamli maðurin og vatnið", um ein mann og heimsins størsta vatn, Lake Superior í Kanada. Sendirøðin varð fagnað av ummælarum Skaldsøga. Ein skaldsøga er ein longri, íspunnin frágreiðing innan fagrar bókmentir, sum í okkara døgum sum oftast verður útgivin sum ein bók. Ein skaldsøga kann eisini gevast út í bløðum ella tíðarritum í pørtum. Hetta var til dømis vanligt í Stóra Bretlandi í 1800-talinum, og tann stóri enski rithøvundurin Charles Dickens útgav tær flestu av skaldsøgum sínum á henda hátt. Nú á døgum kemur tað eisini fyri, at skaldsøgur verða útgivnar á internetinum. Sum oftast snýt ein skaldsøga seg um lív og lagnu hjá menniskjum. Á enskum eitur skaldsøga "novel". Á øðrum norðurlendskum málum (donskum, norskum, svenskum) verður skaldsøgan nevnd "roman", tað orðið kemur frá "romanz", sum í miðøldini var tað orðið sum í franskttalandi økjum merkti, tað málið ið verður tosað av "rómarum", tvs. latínska málið. Orðið fekk síðan annan týdning og fór at verða tað orðið ið segði nakað um eitt ávíst slag av søgum, sum antin vóru týddar úr latínska málinum til fólkamálið (tvs. franskt ella provensalskt) - ella var skrivað á fólkamálinum eftir fornum rómverskari fyrimynd. Fyrstu ferð at orðið roman kemur fyri í fronskum, er í heitinum "Roman de Brut", sum er ein týðing frá 1155 av einari enskari krøniku. Tann teksturin, ið verður roknað sum tann fyrsta skaldsøgan í evropeiskum bókmentum er tó "Don Quijote" hjá Miguel de Cervantes. Í 1800-talinum mennir skaldsøgan seg til at gerast tann best dámda sjangran innan bókmentir, og frá síðst í 1800-talinum hava fleiri rithøvundar ført skaldsøgusjangruna á nýggja leið, soleiðis sum hon helt fram við at gera undir moderniskmuni: Fjodor Dostojevskij, Knut Hamsun, Marcel Proust, Franz Kafka, James Joyce, Virginia Woolf og Robert Musil. Fyrsta skaldsøgan á føroyskum máli kom út í 1909, tað var Bábelstornið, ið Regin í Líð skrivaði. Føroyska orðið skaldsøga líkist nógv íslendska orðinum fyri tað sama: skáldsaga. Føroyska orðið er samansett av orðinum skald og søga. Tað eru fleiri ymisk sløg av skaldsøgum, t.d. krimiskaldsøgur, kærleiksskaldsøgur, søgulig skaldsøga, menningarskaldsøgan, riddaraskaldsøgan, framtíðarskaldsøga (Science fiction), bræv- og dagbókskaldsøga osfr. Hanus Debes Joensen. Hans Debes Joensen betri kendur sum Hanus Debes Joensen (føddur 27. november 1913 á Tvøroyri, deyður í 1995) var ein føroyskur lækni og rithøvundur. Hann var landslækni í Føroyum frá 1949 til 1979. Lívsleið. Hann var føddur á Tvøroyri, har foreldur hansara vóru lærarar. Hann tók preliminerprógv í 1929 og studentsprógv á Rungsted studentaskúla í 1932. Hann tók læknaprógv í 1939 og læknaembætisprógv í 1942. Hann røkti læknastarv í Norðurstremoy búsitandi í Vestmanna til 1949, tá ið hann gjørdist landslækni og flutti til Havnar; landslæknastarvið røkti hann til 1979. Frá 1949 til 1979 var hann landslækni í Føroyum. Árini 1962-80 var hann skúlalækni í Havn, og frá 1951 undirvísti hann í læknakunnleika á Sjómansskúlanum. Somuleiðis undirvísti hann í fleiri ár á Maskinskúlanum og á Sjúkrasystraskúlanum. Frá 1941-1960 var hann formaður í Listafelag Føroya. Umframt dagliga starv sítt sum landslækni og lærari legði hann nógva orku í at byggja upp ein hægri lærustovn í Føroyum. Saman við m.ø. Jóannes Rasmusen, Sverra Dahl, Karsten Hoydal og R.K. Rasmussen tók hann í 1952 stig til at stovna Føroya Fróðskaparfelag og at geva út vísindatíðarritið Fróðskaparrit. Í kjalarvørrinum frá hesum arbeiði varð lóg um Fróðskaparsetur Føroya samtykt 6. mai 1965. Hann var formaður í Føroya Fróðskaparfelag 1952-74 og næstformaður 1974-77, næstformaður í Fróðskaparseturráðnum 1956-74 og formaður 1974-77, harumframt í ritstjórnini fyri Fróðskaparriti 25-ára-skeiðið 1952-77. Hann var leingi formaður í Listafelag Føroya. Familja. Hanus var sonur Thorvald Joensen, yvirlærara (deyður 1960) og Marionnu f. Jacobsen (deyð 1955); Hann var giftur tvær ferðir, 1. ferð 30. november 1940 við Louise J., f. 25/4 1911 í Kaldbak (fingu hjúnaskinað fleiri ár seinni), hon var dóttir kongsbóndan Zacharias Vang (deyður 1942) og Maren f. Mohr; Seinnu ferð hann bleiv giftur var tann 20. november 1967, tá hann giftist Ester Agnete J., f. 26. mai 1917, hon var donsk, dóttir proprietær Jens L A Bonke (deyður 1954) og Kate f. Lorentzen (deyð 1920). Hann er faðir Tórður Jóansson, Høgna Debes Joensen og Marionnu Debes Dahl (fødd Joensen). 1726. 1726 (MDCCXXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1727. 1727 (MDCCXXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1728. 1728 (MDCCXXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum 1729. 1729 (MDCCXXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Nes kirkja. Nes kirkja er bygd í 1843. Hon stóð í gerð frá seinast í mai mánaði 1843 til fyrst í desember sama ár. Kirkjan stendur á somu grund, sum allar tær undanfarnu kirkjurnar hava staðið. Talan er um í minsta lagi tríggjar kirkjur. Nær hon er vígd, er óvist, men hildið verður 1. sunnudag í advent. Tað var Christian Benedictus Garde, ið var prestur fyri Eysturoynna og føroya próstur, tá kirkjan bleiv bygd. Tá kirkjan stóð liðug, kostaði hon 1171 rd. 08 sh. Til smiðirnar er goldið í lønum 296 rd. 08 sh. Tann, ið hevur staðið fyri byggingini, er tann frá øðrum kirkjum vælkendi David Pedersen, ættaður úr Kollafirði, men búsitandi á Strondum, har hann var handilsmaður. Klædningurin er smurdur við koltjøru, meðan vindeygu, hurð, torn, vindskeiðir og dekslistar eru málað hvít. Grundin er hvítað. Tekjan var upprunaliga nævur og flag. Men tá ið nýggjur prestagarður ella próstagarður varð bygdur í 1864, hevði hann skifurtekju. Tað sigst, at stórviðurin til hesa kirkjuna er gjørdur til niðri í fjøruni á eini hellu, Ullhellan, ið er tætt við lendingina á Nesi. Støddin er, mált eftir tekning: longd 15,24 m., breidd 7,01 m. og hædd 5,49 m. UEFA Women's Champions League. UEFA Women's Champions League er ein steypakapping fyri meistaralið í fótbólti fyri kvinnur. Kappingin byrjaði kappingarárið 2001/2002 og verður fyriskipað av tí evropiska fótbóltssambandinum UEFA. 1716. 1716 (MDCCXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum 1717. 1717 (MDCCXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1718. 1718 (MDCCXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1719. 1719 (MDCCXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Rósa Samuelsen. Rósa Samuelsen (fødd Simonsen, 22. desember 1959 i Tórshavn) er ein føroysk bankakvinna og politikari (Sambandsflokkurin). Hon er útbúgvin innan skrivstovu- og peningastovn og hevur starvast í peningastovni. Lívsleið innan politikk. Hon var bygdaráðslimur í Sandavágs kommunu 1999–2008, herundir borgarstjóri 2001–2008. Hin 1. januar 2009 varð kommunan løgd saman við Miðvágs kommunu til Vága kommunu. Síðan 1. januar 2013 hevur hon verið borgarstjóri í Vága kommunu. Hon hevur eisini havt fleiri onnur kommunupolitisk álitisstørv, eitt nú var hon formaður í Føroya Kommunufelag 2004–2008. Rósa hevur verið vald inn á Føroya Løgting síðan 2008 og hevur verið formaður í Løgtingsins trivnaðarnevnd síðan 2011 og limur í Landsstýrismálanevndini síðan 2011. Árini 2008–2011 var hon almannamálaráðharri í fyrru stjórnini hjá Kaj Leo Johannesen, og Marjus Dam tók sæti á Løgtinginum í hennara stað. Familja. Rósa er dóttir Erlu Mariu og Sólfinn Jóhan Simonsen. Hon er gift við Heðin M. Svabo Samuelsen, saman eiga tey trý børn: Árni S. Svabo Samuelsen, Erla M. Svabo Samuelsen og Marni Svabo Samuelsen. Listi yvir borgarstjórar í Funnings kommunu. Listi yvir borgarstjórar í Funnings kommunu. 1. januar 2009 varð kommunan innlimað í Runavíkar kommunu, sí Lista yvir borgarstjórar í Runavíkar kommunu. Keldur. Funningur Listi yvir borgarstjórar í Mikladals kommunu. Listi yvir borgarstjórar í Mikladals kommunu. 1. januar 2005 varð kommunan innlimað í Klaksvíkar kommunu, sí Lista yvir borgarstjórar í Klaksvíkar kommunu. Keldur. Mikladalur Listi yvir borgarstjórar í Sunda kommunu. Listi yvir borgarstjórar í Sunda kommunu síðan 1. januar 2005. Hin 1. januar 2005 vóru hesar kommunurnar lagdar saman til ta nýggju Sunda kommunu: Saksunar kommuna, Haldarsvíkar kommuna, Hósvíkar kommuna, Hvalvíkar kommuna og Gjáar kommuna. Høvuðssæti hjá Sunda kommunu er á Oyrarbakka. Keldur. Sunda Føroya Kommunufelag. Føroya Kommunufelag (FKF) var ein áhugafelagskapur og landsfelagið fyri kommunur í Føroyum, ið var stovnað í 1967. Søgan. Tað var Klaksvíkar kommuna, ið tók stig til stovnanina við einum brævi frá 29. september 1967. Tey fyrstu fýra árini vóru 8 kommunur úr Norðoyggjum og Eysturoynni við: Klaksvíkar kommuna, Nes kommuna, Runavíkar kommuna, Gøtu kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Leirvíkar kommuna, Hvannasunds kommuna og Viðareiðis kommuna. Fýra ár seinni, í 1971, komu Vágs-, Eiðis-, Sunda- og Oyndarfjarðar kommunur afturat, og árið eftir Elduvíkar kommuna. So hvørt komu hinar kommunurnar eisini upp í felagið. Tórshavnar Kommuna gjørdist limur í 1973, men hon tók seg úr aftur felagnum í 1978. Um aldamótið kom nýggj kommunustýrislóg. Tá valdu tær seks stóru kommunurnar, Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Fuglafjarðar kommuna og Vágs kommuna, at stovna Kommunusamskipan Føroya. Hetta fór fram á aðalfundi 10. juni 1999. Felagið fevndi um allar kommunur, sum ikki vóru limir í Kommunusamskipan Føroya. 1. januar 2014 løgdu bæði kommunufeløgini saman til Kommunufelagið. Løgmálaráðharrar í Føroyum. Løgmálaráðharrin (ella "landsstýrismaðurin í løgmálum") hevur verið ein ráðharrasessur í Føroya landsstýri fleiri ferðir síðan 1959. Frá 1994 til 1998 var ábyrgdarøkið býtt soleiðis, at rættar- og politimál vóru hjá einum landsstýrismanni, meðan lógarmál hoyrdu undir løgmanni. Sjálvstýris- og løgmálaráðið frá 1998 til 2004 má metast at vera eitt reint løgmálaráð tá hugsa verður um uppgávurnar, men hetta sást ikki aftur í navninum fyrr enn í september 2008. Síðan 26. september 2008 eru lógarmál løgd undir landsstýrismannin í innlendismálum. Kommunumálaráðharrar í Føroyum. Kommunumálaráðharrin (ella "landsstýrismaðurin í kommunumálum") var ein ráðharrasessur í Føroya landsstýri frá 1959 til 1998, men landsstýrismaðurin hevði ikki sítt egna aðalráð. Anfinn Kallsberg, sum var løgmaður tá, hevði ábyrgdina fyri kommunumálum frá 1998 til 2002. Frá 2004 til oktober 2013 hoyrdu kommunumál undir innlendismálaráðharranum. Eftir at Innlendismálaráðið varð niðurlagt í oktober 2013, hava kommunumál hoyrt undir Almannamálaráðið. Stjórnin hjá Anfinni Kallsberg II. Seinna stjórnin hjá Anfinni Kallsbergs var Føroya landsstýri frá 6. juni 2002 til 3. februar 2004, við Anfinni Kallsberg úr Fólkaflokkinum sum løgmanni. Henda stjórnin var ein samgonga millum Fólkaflokkin (FF), Tjóðveldisflokkin (TF), Sjálvstýrisflokkin (SF) og Miðflokkin (MF). Høgni Hoydal var sjálvstýris- og løgmálaráðharri, harumframt var hann eisini varaløgmaður. Hann stýrdi mentamálaráðnum frá mars til september 2003 sum varaløgmaður. Løgtingsval bleiv í úrtíð. Eftir løgtingsvalið 2004 varð stjórnin avloyst av Fyrru stjórnini hjá Jóannes Eidesgaard. Keldur. Stjórnin hjá Anfinn Kallsberg 2 Anfinn Kallsberg 2 Løgtingslimir í Føroyum 1943-45. Tað vóru 25 løgtingslimir í Føroyum millum løgtingsvalini 1943 og 1945. Fólkaflokkurin hevði næstan reinan meiriluta við 12 løgtingslimum, meðan Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu ávikavist 8 og 5 limir. Sjálvstýrisflokkurin hevði onga umboðan í løgtinginum. 1681. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini - 1680-árini - 1690-árini 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini Árstal: 1676 1677 1678 1679 1680 - 1681 - 1682 1683 1684 1685 1686 1680. 1680 (MDCLXXX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1679. 1679 (MDCLXXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1668. 1668 (MDCLXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1658. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini - 1650-árini - 1660-árini 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini Árstal: 1653 1654 1655 1656 1657 - 1658 - 1659 1660 1661 1662 1663 1652. 1652 (MDCLII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1642. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini - 1640-árini - 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini 1690-árini Árstal: 1637 1638 1639 1640 1641 - 1642 - 1643 1644 1645 1646 1647 1687. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini - 1680-árini - 1690-árini 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini Árstal: 1682 1683 1684 1685 1686 - 1687 - 1688 1689 1690 1691 1692 1677. 1677 (MDCLXXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1667. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini - 1660-árini - 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini 1710-árini Árstal: 1662 1663 1664 1665 1666 - 1667 - 1668 1669 1670 1671 1672 1657. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini - 1650-árini - 1660-árini 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini Árstal: 1652 1653 1654 1655 1656 - 1657 - 1658 1659 1660 1661 1662 2014. 2014 (MMXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum mikudegi. Stjórnin hjá Atla Dam V. Fimta stjórnin hjá Atla Dam var Føroya landsstýri frá 5. apríl 1988 til 18. januar 1989. Talan var um eina mið-vinstra samgongu millum Javnaðarflokkin (JF), Tjóðveldisflokkin (TF), Sjálvstýrisflokkin (SF) og Framsóknarflokkin (FrF), undir leiðslu av Atla Dam (JF). Munurin millum hesa og undanfarnu samgongu var at Kristiligi Fólkaflokkurin var skiftur út við Framsóknarflokkin. Slóðir úteftir. Atli Dam 5 Stjórnin hjá Atla Dam 5 Stjórnin hjá Atla Dam IV. Fjórða stjórnin hjá Atli Dams var Føroya landsstýri frá 10. januar 1985 til 5. apríl 1988. Talan var um eina mið-vinstra samgongu millum Javnaðarflokkin (JF), Tjóðveldisflokkin (TF), Sjálvstýrisflokkin (SF) og Kristiliga Fólkaflokkin (KrF), undir leiðslu av Atli Dam (JF). Slóðir úteftir. Atli Dam 4 Stjórnin hjá Atla Dam 4 John S. Myllhamar. John Sunvard Myllhamar (føddur 11. oktober 1949 í Tórshavn, uppvaksin í Skálavík) er ein føroyskur trúboðari, rithøvundur og týðari. 1669. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini - 1660-árini - 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini 1710-árini Árstal: 1664 1665 1666 1667 1668 - 1669 - 1670 1671 1672 1673 1674 1659. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini - 1650-árini - 1660-árini 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini Árstal: 1654 1655 1656 1657 1658 - 1659 - 1660 1661 1662 1663 1664 Tilnevningar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins úr Noregi. Tilnevningar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins úr Noregi verður gjørd av einari dómsnevnd við trimum persónum. Síðan 1962 hevur Norðurlandaráðið árliga býtt út Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins til eitt bókmentaverk, sum er skrivað á einum av teimum norðurlendsku málunum. Heilt frá byrjanini í 1962 eru tvær bøkur blivnar tilnevndar frá londunum Danmark, Finland, Ísland, Noreg og Svøríki. Seinni hava Føroyar, Grønland, Áland og sámiska málsøkið árliga tilnevt ein bók hvør. Tilnevningar úr Noregi. Vinnararnir eru vístir við feitari skrift. Tilnevningar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins úr Danmark. Tilnevningar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins úr Danmark verða gjørdar av einar trýmannaðari dómsnevnd. Síðan 1962 hevur Norðurlandaráðið árliga býtt út Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins til eitt bókmentaverk, sum er skrivað á einum av teimum norðurlendsku málunum. Heilt síðani 1962 eru tvær bøkur blivnar tilnevndar frá londunum Danmark, Finland, Ísland, Noreg og Svøríki. Seinni hava Føroyar, Grønland, Áland og sámiska málsøkið árliga tilnevt eina bók hvør. James Joyce. James Augustine Aloysius Joyce (2. februar 1882 í Rathgar, Dublin – 13. januar 1941 í Zürich) var ein írskur rithøvundur og yrkjari. Joyce er ein av teimum mest týðandi rithøvundunum í 20. øld. Hann er føddur í Dublin sum tann elsti av 10 børnum, ið yvirlivdu barndómin, í einari katólskari familju, sum at byrja við kláraði seg rímuliga væl, men sum seinni kom illa fyri peningaliga. Sum seks-ára gamal kom hann á kostskúla hjá jesuittunum. Hann gekk á Belvedere College í Dublin frá 1893 til 1897. Sum 16-ára gamal tók hann frástøðu frá katólsku trúnni. Í 1898 byrjaði hann at lesa á University College í Dublin, hann læs enskt, franskt, italskt og filosofi. Í 1903 fór hann til París har hann eftir ætlan skuldi lesa medisin og náttúruvísundi, men tað gjørdi hann ikki so nógv burturúr. Eftir nakrar mánaðir í París, noyddist hann heim aftur til Dublin, tí mamman var sjúk av krabbameini. Tað stuttu tíðina hann var í París settu tó síni spor, tað var har at hann lærdi um symbolistiskar og realistiskar bókmentir. Hann var so heima nakrir mánaðir eftir at mamma doyði, og forvann sær pening við at arbeiða sum ummælari, privatlærari og sangari, samstundis sum hann drakk illa. Hin 16. juni 1904 møtti hann fyri fyrstuferð Nora Barnackle, sum hann seinni giftist við (1931). Joyce skrivaði henda dagin inn í bókmentasøguna við at lata handlingina í Ulysses fara fram júst henda dagin (sum nú verður nevndur Bloomsday eftir høvuðspersóninum Leopold Bloom). Eftir stuttari tíð fóru tey bæði úr Írlandi, fyri bert at koma aftur at vitja av og á. Tey búðu fyri tað mesta í Trieste, París og Zürich. Tað fyrstu tíðina starvaðist Joyce fyrst og fremst sum mállærari, fyri at kunna klára seg peningaliga, hann undirvísti bæði á Berlitz-skúlum og privat, men hann bleiv eisini kendur fyri síni góðu evnir til at læna pening. Seinni gjørdist hann bundin av at fáa peningaliga stuðul, og tað var serliga tann enski bókaútgevarin Harriet Shaw Weaver sum syrgdi fyri, at hann kundi savna seg fullkomiliga um at skriva. Fyrsta útgáva hansara kom í 1900. Tað var eitt essay um sjónleikin hjá Henrik Ibsen "Når vi døde vågner". Samstundis byrjaði hann at skriva yrkingar. Hann brúkti ein serligan frágreiðingar teknikk við flótandi røðum við ein sjálvan. Kendasta verkið hjá James Joyces, "Ulysses," var útgivin á hansara 40-ára føðingardegi, hin 2. februar 1922. Tað er ein parafrasa yvir Homers Odysse; bókin byggir á fleiri av sera persónligum upplivingum hjá Joyce, sum hann letur høvuðspersónin Bloom uppliva í Dublin. Av tí at teir sum tryktu bøkur og teir ið ummældu bøkur mettu partar av verkinum at vera pornografiskt, so var tað undirtrykt í Onglandi. Í USA forðaði postverkið útbreiðsluna av bókini við báli og brandi. Franska týðingin kom út í februar 1929. Hin 6. desember 1933 fríkendi dómarin John H. Woolsey "Ulysses" fyri at vera pornografiska, og longu í februar 1934 varð verkið útgivið í New York. "Ulysses" er eitt høvuðsverk innan modernistiskar bókmentir, og við Finnegans Wake heldur James Joyce fram við sínum málsligu royndum í uppaftur størri mun enn fyrr. Tá Joyce doyði í 1941 var næstan blindur orsakað av einari eygnasjúku. 1683. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini - 1680-árini - 1690-árini 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini Árstal: 1678 1679 1680 1681 1682 - 1683 - 1684 1685 1686 1687 1688 1684. 1684 (MDCLXXXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1685. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini - 1680-árini - 1690-árini 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini Árstal: 1680 1681 1682 1683 1684 - 1685 - 1686 1687 1688 1689 1690 1686. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini - 1680-árini - 1690-árini 1700-árini 1710-árini 1720-árini 1730-árini Árstal: 1681 1682 1683 1684 1685 - 1686 - 1687 1688 1689 1690 1691 Matsuo Basho. Standmynd av Matsuo Bashō í Ogaki, Gifu. Matsuo Bashō (á japonskum: 松尾芭蕉 "Matsuo Bashō"), føddur 1644, deyður 28. november 1694 var "haigo" (ella "haiku") dulnevni fyri ein japanskan yrkjara í Tokugawa-tíðarskeiðnum. Hann fær vanliga æruna fyri at hava fingið haikuyrkingina upp á tað høga støði, sum hon er á nú, men í hansara livitíð var hann betri kendur sum yrkjarin handan "haikai no renga" (eitt slag av rættiliga skemtiligum yrkingum, sum ofta vóru skrivaðar sum eitt slag av ketuyrkingum). Í 19. øld vóru tær fyrstu linjurnar av renga (tað sonevnda "hokku"), sum vóru umskapaðar til eina sjálvstøðuga bókmentaliga sjangru, kend sum "haikai". Tað var ein yrkjari frá Meiji-tíðarskeiðnum, Shiki, ið fyrstu ferð nevndi hesar yrkingar fyri "haiku". Fjodor Dostojevskij. Fjodor Mikhajlovitsj Dostojevskij (Фёдор Михайлович Достоевский; føddur 11. november 1821 í Moskva (30. oktober eftir julianska kalendaranum), deyður 9. februar 1881 (28. januar eftir julianska kalendaranum) í Sankta Pætursborg) var ein russiskur rithøvundur, sum hevur havt stóra ávirkan á bæði russiskar og ikki-russiskar rithøvundar. Dostojevskij menti tað realistisku skaldsøguna til eisini at kanna sálarfrøðina hjá menniskjum og serliga hjá menniskum, ið uppliva svárar sinnissjúkur. Hann var sera nógv upptikin av tí slavisku hugsjónini og av kristnu trúnni; ein av hansara týdningarmestu tesum var «um Gud er deyður, so er alt loyvt.» Fleiri rithøvundar innan surrealismuna, eksistensialismuna og beat-ættarliðið meta Dostojevskij sum keldu til íblástur. Dostojevskij verður mettur sum undangongumaður fyri russiska symbolismu, eksistensialsmu, ekspresjonismu og psykoanalysu. Heðin Brú hevur týtt tvey av kendastu verkum hansara til føroyskt: "Karamassov-brøðurnir" og "Tey á Steffansleiti". 1671. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini - 1670-árini - 1680-árini 1690-árini 1700-árini 1710-árini 1720-árini Árstal: 1666 1667 1668 1669 1670 - 1671 - 1672 1673 1674 1675 1676 1670. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini - 1670-árini - 1680-árini 1690-árini 1700-árini 1710-árini 1720-árini Árstal: 1665 1666 1667 1668 1669 - 1670 - 1671 1672 1673 1674 1675 1661. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini - 1660-árini - 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini 1710-árini Árstal: 1656 1657 1658 1659 1660 - 1661 - 1662 1663 1664 1665 1666 1660. 1660 (MDCLX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum sunnudegi. Aleksandr Pusjkin. Portrett av Aleksandr Pushkin, málað av Vasily Tropinin, oljumálningur, 1827. Aleksandr Sergejevitsj Pusjkin (á russiskum: Александр Сергеевич Пушкин; føddur 6. juni 1799 (26. mai samb. julianska kalendaranum) í Moskva, deyður 10. februar 1837 (29. januar smb. tí julianska kalendaranum) í Sankta Pætursborg) var ein russiskur rithøvundur, sum av nógvum verður mettur sum størsta skald Russlands og grunnleggjarin av nýtíðar russiskum bókmentum. Pusjkin var slóðbrótandi við mátanum hann brúkti tað fólksliga málið í verkum sínum, og hann legði grundarsteinin til eitt nýtt slag av frágreiðingarteknikki, sum blandaði sjónleik, romantikk og satiru, og sum síðan hevur verið sermerkt fyri russiskir rithøvundar og russiskar bókmentir. Verk. Seksveingjaður seraf (eftir yrking Pusjkins "Profeturin") eftir Mikhail Vrubel, 1905. Leo Tolstoj. Portrett av Leo Tolstoj, 1887 Greivi Lev Nikolajevitsj Tolstoj (russiskt: Лев Николаевич Толстой, føddur 9. september 1828 í Tula, deyður 20. november 1910 í Astapovo í núverandi Lipetsk oblast), í Norðurlondum vanliga nevndur Leo Tolstoj, var ein russiskur rithøvundur, hann skrivaði skaldsøgur og essays, hann var dramatikari og heimspekingur – eins væl og pasifistur, kristin anarkistur og útbúgvingarreformator. Hann er kanska tann persónurin í tí aristokratisku Tolstoj familjuni, sum hevur havt størstu ávirkan. Sum rithøvundur er Tolstoj viðurkendur kring allan heimin sum ein av týdningarmiklastu skaldsøguhøvundum í heimsbókmentunum, seinni í lívinum skrivaði hann eisini sjónleikir og essay. Hann er serliga kendur fyri síni meistarverk "Kríggj og friður" (Krig og fred) (1865–69) og "Anna Karenina" (1875–77). Hesar báðar skaldsøgurnar vera mettar at vera tær bestu innan realistiska fiksjón bæði tá hugsa verður um vævi, breidd og realistiskan framburð av tí russiska lívinum í 19. øld. Finnbogi Ísakson hevur týtt eina skaldsøgu hjá Tolstoj, sum ber heitið Kreutzer sonatan. Marcel Proust. Valentin Louis Georges Eugène "Marcel" Proust, føddur 10. juli 1871 í Auteuil nærindis París, deyður 18. november 1922 í París, var ein franskur rithøvundur. Hann var læknasonur. Frá 1905 livdi hann eitt isolerað lív og var í veruleikanum avskorin frá umheiminum. Hann skrivaði skaldsøgurøðina 1913-1927 "À la recherche du temps perdu" (svenskt heitið: "På spaning efter den tid som flytt", sum var í sjey bindum á nærum trítúsund síður, sum vóru útgivnar í tíðarskeiðnum 1913 til 1927. Skaldsøgan, sum er høvuðsverk hansara, snýr seg um lívið í Fraklandi í 1800-talið og um áratúsundskiftið millum 19. og 20. øld. Verkið inniheldur eisini eina gransking inn í hansar egna sálarlív. Verkini hjá Proust vóru millum teirra ið vóru brend í 1933 á bókabálinum í Nazitýsklandi. 1673. 1673 (MDCLXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1674. 1674 (MDCLXXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1675. 1675 (MDCLXXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1676. 1676 (MDCLXXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum leygardegi. Hafez. Shams al-din Hafiz ella Hafez (í veruleikanum: Khwāje Šamsod-dīn Mohammad Hāfez-e Šīrāzī, خواجه شمس‌الدین محمد حافظ شیرازی; føddur 1320 í Shiraz í tí núverandi Iran, deyður 1390 í Shiraz) var ein persiskur yrkjari og mystikari. Hafez verður sæddur sum ein persiskur/iranskur tjóðaryrkjari, og yrkingar hansara verða enn nýttar. Yrkingarnar eru skrivaðar í forminum ghazal, við dupultum versum og monorímum. Skaldskapur hansara umfatar millum 500 og 600 yrkingar, tó fær hann æruna fyri at hava skrivað í minsta lagi 709 yrkingar. Standardútgávan "Divân-e Hâfez" inniheldur umleið 500 yrkingar. Kālidāsa. Kālidāsa (devanāgarī: कालिदास), var ein viðurkendur indiskur yrkjari, sum av mongum verður mettur at vera tað størsta skaldið og dramatikarin, ið hevur skrivað á sanskrit. Tað er ringt at tíðarfesta skaldskapin, men hann var mest sannlíkt til í guptatíðini í fjórðu, fimtu ella settu øld. Man kennir ikki til nakað, burtursæð frá verkum hansara, um lívið hjá Kālidāsa, eitt nú hvar ið hann búði ella nær ið hann livdi. Søgnin sigur, at hann var vakur maður, sum bleiv giftur við einari prinsessu. Men, sambært søgnini, so vaks hann upp uttan at fáa nakra skúlagongd ella útbúgvin, og prinsessan skammaði seg yvir hvussu óvitandi hann var. Kālidāsa tilbað gudinnuna Kali (navn hansara merkir tænarin hjá Kali). Søgnin sigur, at hann varð myrdur á av einum kurtesani á Sri Lanka. Anton Tjekhov. Anton Pavlovitsj Tjekhov (russ. "Антон Павлович Чехов") (føddur 17. januar 1860 í Taganrog, deyður 2. juli 1904 í Badenweiler í Týsklandi) var ein russiskur rithøvundur, dramatikari og lækni. Hann verður mettur at vera ein av heimsins bestu stuttsøguhøvundum. Hansara lívsleið sum dramatikari førdi til fýra klassikarar og hansara best umtóktu stuttsøgur eru høgt í metum av rithøvundum og ummælarum. Hann starvaðist sum lækni størstapartin av yrkisleið síni. Hann tók soleiðis til í einum brævi til Aleksej Suvorin í 1888: "heilivágurin er kona mín, meðan bókmentirnar eru mín hjákona." Lívsleið. Húsið í Taganrog, har Tjekhov var føddur. Anton Tjekhov varð føddur í havnabýnum Taganrog í Suðurrusslandi. Familja hansara hevði peningaligar trupulleikar og flutti til Moskva, og har megnaði Anton at sleppa at lesa til lækna á medisinska fakultetinum. Í 1884 varð hann útbúgvin lækni, men øll lestrarárini skrivaði hann ymiskt fyri at vinnan pening til familjuna. Hann byrjaði at starvast fyri tíðarritið "Strekoza" í 1879 og árið eftir skrivaði hann fyri fleiri tíðindabløð, eitt nú Sankta Pætursborg-dagblaðið "Novosti dnja" (Dagsins tíðindi), har hann skrivaði fleiri hundrað skemtiligar søgur. Hann hevði at byrja við ikki nakrar høgar ambisjónir við skrivingini, tað var ikki fyrr enn nøkur ár seinni, at ambisjónirnar mentist, og hann fór í holt við at skriva meira endurnýggjandi søgur. Fleiri síggja hann sum faðirin at nútíðar stuttsøguni. Hann brúkti teir innaru monologarnir, sum aðrir modernistiskir rithøvundar hava brúkt seinni, t.d. James Joyce. Í 1888 útgav hann sína fyrstu stuttu skaldsøgu, ”Steppen”, í einum bókmenta tíðarriti og seinni sama ár móttók hann Pusjkin-heiðurslønina. Standmynd hjá Tjekhov í Badenweiler Í 1901 giftist hann Olgu Knipper, sum var sjónleikarinna og var við til at framføra fleiri av sjónleikunum hjá Tjekhov. Í mai 1904 var Tjekhov deyðasjúkur av tuberlum. Hann og Olga fóru til eitt kurstað í Badenweiler í Suðurtýsklandi. Hann andaðist har 2. juli 1904. Sjónleikir. Sena úr "Onkel Vanja", 1945 Senur úr "Måken", Moskva Maly teatr («Lítla teatur») 2008 1663. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini - 1660-árini - 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini 1710-árini Árstal: 1658 1659 1660 1661 1662 - 1663 - 1664 1665 1666 1667 1667 1664. 1664 (MDCLXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1665. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini - 1660-árini - 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini 1710-árini Árstal: 1660 1661 1662 1663 1664 - 1665 - 1666 1667 1667 1668 1669 1666. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini - 1660-árini - 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini 1710-árini Árstal: 1661 1662 1663 1664 1665 - 1666 - 1667 1667 1668 1669 1670 Geytin. Geytin er ein føroysk filmsvirðisløn, sum Nils Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum, byrjaði. Fyrsta tiltak var 11. desember í 2012. Filmsvirðislønin hevur verið sjónligasta tiltak at varpa ljós á føroyska filmsgerð. Øll fimm árini, frá 2012 til 2016, var Geyta-tiltakið hildið 11. desember. Í 2017 var einki Geyta-tiltak, tí tað varð flutt til 24. februar í 2018. Í 2018 vóru upphæddirnar á báðum virðislønum hækkaðar, soleiðis at Geytin, ið fyrr var 25.000, nú er 30.000 krónur, og Áskoðaravirðislønin, ið fyrr var 15.000 krónur, nú er 25.000 krónur. Navnið Geytin. Virðislønin er uppkallað eftir Herálvi Geyti (ella eftir "Geytanum", sum hann vanliga var nevndur), ið ferðaðist kring oyggjarnar í Føroyum í 1960-árunum og 1970-árunum, og vísti film, har sum eingin biografur var. Geytin var kollfirðingur, føddur í 1914 og deyður í 1985. Tvær virðislønir. Geyta-virðislønin varð fyrstu ferð handað 11. desember 2012 á hátíðarløtu í Norðurlandahúsinum, har allir tilnevndir filmar vóru vístir. Skopuningurin Sakaris Stórá vann fyrstu Geyta-virðislønina fyri filmin "Summarnátt", meðan Annika á Lofti vann áskoðaravirðislønina fyri filmin "Mist". Talan er um eina høvuðsvirðisløn og eina áskoðaravirðisløn. Tann, sum vinnur høvuðsvirðislønina, fær pr. 2018 handað 30.000 krónur, ið ein fyritøka letur, í 2018 var tað BankNordik, ið læt hana, áður hevur Tryggingarfelagið Føroyar latið hana, og harumframt fær vinnarin eisini eina standmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt, og sum Norðurlandahúsið letur. Tað er ein dómsnevnd við Birgir Kruse úr Filmsfelagnum sum formanni, ið velur vinnaran, ið fær Geyta-virðislønina. Áskoðarnir, sum eru til Geyta-kvøldið í Norðurlandahúsinum, atkvøða fyri tí filminum, ið teimum dáma best, og vinnarin fær áskoðaravirðislønina, ið er á 25.000 krónur. Tað plagar at vera Tórshavnar kommuna, ið letur áskoðaravirðislønina, men í 2020 var tað Runavíkar kommuna, ið læt stuðul til Áskoðaravirðislønina. Frá 2012 til 2016 var Áskoðaravirðislønin á 15.000 krónur. Tórshavnar kommuna er eins og Norðurlandahúsið altíð umboða í Geyta-dómsnevndini. Tilnevndir filmar 2020. Filmarnir eru frá 2019, 20 filmar vóru sendir inn til kappingina um Geytan, harav vóru 8 filmar valdir út. Vertur var Finnur Koba. Filmurin Pápar mugu ikki forskrekkjast eftir Jónfinn Stenberg var eisini vístur. Filmurin vann stuttfilmskappingina hjá Klippfisk í 2019. Tilnevndir filmar 2015. 21 filmar vóru sendir inn til kappingina um virðislønirnar Geytin og Áskoðaravirðislønin. Av hesum 21 filmunum valdi dómsnevndin 10 filmar, ið vóru sýndir á filmskvøldi í Norðurlandahúsinum 11. desember 2015. Tilnevndir filmar 2013. Eisini varð filmurin Big Places, dokumentarfilmur hjá Thomas Koba, vístur, men var tó ikki við í kappingini um virðislønirnar. Annika á Lofti. Annika á Lofti (fødd í 1983, uppvaksin í Sandavági) er ein føroysk listakvinna og filmsleikstjóri. Hon hevur havt fleiri listaframsýningar bæði í Føroyum og í Danmark. Hon er útbúgvin á Fatamorgana listaskúlanum í Keypmannahavn, 2006, og fór at lesa á Iceland Academy of the Arts í 2007. Hon hevur eisini gingið á filmslistaskúla í Berlin. Annika hevur eisini roynt seg innan filmslist, og í desember 2012 vann filmur hennara "Mist" fyrstu Áskoðaravirðislønina á Geyta films-gallaveitsluni í Norðurlandahúsinum. Tað er Tórshavnar kommuna ið letur virðislønina, og áskoðararnir ið velja hvønn film ið teimum dáma best, og í 2012 fall valið á filmin hjá Anniku. Áskoðaravirðislønin var á 15.000 krónur. Geoffrey Chaucer. Geoffrey Chaucer (føddur umleið 1343, deyður 25. oktober 1400) var enskur rithøvundur, yrkjari, heimspekingur og diplomatur. Sjálvt um hann skrivaði fleiri yrkingasøvn, er hann í dag best kendur fyri sítt (ófullfíggjaða) verk, "Canterbury-søgurnar" ("Canterbury Tales"), sum er eitt stórt verk við nógvum síðum og minnir um "Decameron" hjá Boccaccio, ið eins og søgurnar hjá Chaucer eru knýttar saman av einari rammusøgu. Chaucer verður nevndur ”faðir at enskum bókmentum” og verður róstur fyri at vera tann fyrsti rithøvundurin sum vísti, at tað fólksliga enska málið, tað so-nevnda miðenskt, kundi brúkast í listarligum høpi, í einari tíð har málið ið var nýtt í hoffinum var skrivað á fronskum-normanniskum ella á latíni. Sjálvt um hann í tveimum tíðarskeiðum livdi í ónáðum, var hann meginpartin av lívinum tætt knýttur at tí politiska valdinum í Onglandi. Geoffrey Chaucers stil og teknik blev efterlignet i århundrederne efter hans død; fx lånte William Shakespeare handlingen til sit drama "Troilus og Kressida" (1601) fra Chaucer, mens John Dryden og Alexander Pope moderniserede flere af hans fortællinger, så de passede til deres egen tid. Dante Alighieri. Dante Alighieri (føddur mai/juni 1265 í Firenze, deyður 14. september 1321 í Ravenna) var ein italienskur rithøvundur og skald, best kendur fyri at hava skrivað "Tann gudgivna skemtileikin" ("La Divina Commedia"), sum er eitt av hæddarpunktunum í heimsbókmentunum. Lívssøga. Dante Alighieri varð føddur í býarpartinum San Pier Maggiore í Firenze í 1265. Føðingardagurin er rættiliga óvissur, men hann fortelur sjálvur í skaldskapi sínum, at hann varð føddur í stjórnutekninum Tvillingunum. Hann varð doyptur Durante eftir abba sínum á móðursíðuni, Durante degli Abati, Dante var eitt kallinavn, ið hann sjálvur valdi at nýta. Mamma hansara, Berta ella Bella degli Abati, doyði tá hann var knapt tíggju ára gamal. Pápi hansara, Alighiero di Bellincione Alighieri, giftist uppaftur og fekk fýra børn við nýggju konuni, sum nevndist Lapa Cialuffi. Tá Dante var níggju ára gamal møtti hann musu sínari, tí átta ára gomlu Bice Portinari, sum hann nevndi ”Beatrice”, tann saliga. Tá hann var umleið átjan ára gamal møttist hann ofta við henni, og hon gjørdist hansara ímynd av kærleikanum. Tey blivu tó ikki gift. Tá hann einaferð vísti áhuga fyri einari aðrari kvinnu gjørdist hon firtin og ignoreraði hann. Tá lovaði hann, at hann skuldi yrkja til hennara heiður soleiðis sum ongin annar hevði yrkt fyrr. Beatrice giftist einum bankamanni sum nevndist Simone dei Bardi, og hon doyði í 1290. Í 1293 uppfylti hann sítt lyfti og skrivaði "Vita Nuova", sum ofta verður nevnt hansara ungdomsverk. Tólv-ára gamal bleiv Dante trúðlovaður Gemma Donati, sum hann seinni giftist við. Tey fingu eftir øllum at døma trýggjar synir og tvær døtur. Tveir synir, Jacopo og Pietro, gjørdist seinni kendir fyri at viðmerkja verk hjá pápanum. Dante fekk í hvussu so er eina dóttir, Antoniu, sum gjørdist nonna í Ravenna og sum tá fekk sær navnið systir Beatrice. Kyros II. Kyros II (føddur umleið 576 f.Kr., deyður í juli 529 f.Kr.) eisini nevndur Kyros hin Stóri. Kyros 2. stovnaði Persia og Persararíkið (Akamenide dynastiið) í 557 f.Kr. Navnið "Kyros" (ein beinleiðis týðing til tað latínska stavraðið úr grikskum "Κύρος") er ein griksk versjón av tí persiska "Koroush" ella "Khorvash", sum merkir "Prestiga". Á persiskum merkir "khour" "sól", meðan "vash" er eitt ískoyti, sum merkir líkheit. Kyros verður í Gamla Testamenti umrøddur sum ein messias. Eingin veit, um hann og Zarathustra livdu samstundis, men hann verður mettur at vera tann fyrsti zoroastriski valdsharrin. Kyros stýrdi fyrst sum mediskur lydkongur í "Parsua", men síðan legði hann Mediea undir seg í 557 f.Kr. og kallaði sítt nýggja ríki fyri "Persiea". Shahname. Shahname (Persiskt:شاهنامه, "Kongabókin") er eitt sera langt poetiskt epos, sum persiska skaldið Ferdowsi hevur skrivað um 1000-talið. Eposið er tjóðarkvæði hjá Iran og øllum tí persisktalandi heiminum. Ferdowsi skrivaði verkið í 40 ár síðst í 900-talinum og fyrst í 1000-talinum, og hevur tað umleið 60 000 vers. Eposið er skrivað á persiskum uttan útlendsk lániorð og hevur spælt ein stóran leiklut í endurvækjanini av tí persiska málinum eftir islamsku erobringina av Persia, og seinni hevur tað havt ávirkan á tað arabiska málið. Tað rúgvismikla verkið, sum av persiskt talandi fólkum verður mett at vera eitt meistaraverk, reflekterar yvir tað persisku søguna, mentanina og fornu trúgv, (zoroastrianism). Tað zoroastrianistiska innihaldið ger verið týdningarmikið fyri tey umeið 200 000 zoroastrianistarnir, ið enn búgva í Iran, eftirsum verkið vísir søguna hjá trúgv teirra frá byrjan til enda. Verkið byrjar í einari mytiskari frumtíð, og fortelur um skapanina av heiminum, um teir fyrstu fornu kongarnir, um tey akemenidisku, seleukidisku, parthisku og sassanidisku ríkini heilt fram til tíðina áðrenn tað arabisku innvasjónina ("hojum-e tâziyân") í 600-talinum. Høvuðshetjan í eposinum er Rustam, sonur Zal og Rudabeh. Shahname er ein kelda til iranskt tjóðskaparsinni. Stjórnin hjá Edmundi Joensen II. Onnur stjórnin hjá Edmundi Joensens var Føroya landsstýri frá 11. juni 1996 til 15. mai 1998, undir leiðslu av Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum (SB). Aðrir flokkar í samgongusamstarvinum vóru Fólkaflokkurin (FF), Verkamannafylkingin (VMF) og Sjálvstýrisflokkurin (SF). Einasti munurin millum tað fyrru stjórnina hjá Edmundi Joensen og hesa seinnu var sostatt, at Fólkaflokkurin kom í staðin fyri Javnaðarflokkin. Sjálvstýrisflokkurin, við Sámal Petur í Grund sum landsstýrismanni, tók seg úr samgonguni tann 1. desember 1997. Keldur. Edmund Joensen II Umhvørvismálaráðharrar í Føroyum. Umhvørvismálaráðharrin ella "landsstýrismaðurin í umhvørvismálum" (ella landsstýriskvinnan) var frá 1985 til 2004 ein ráðharrasessur í Føroya landsstýri, men ongantíð við egnum aðalráð. Frá 2004 og til ráðið varð niðurlagt í 2013, hava umhvørismál hoyrt undir Innlendismálaráðharrar. Orkumálaráðharrar í Føroyum. Orkumálaráðharrin ella "landsstýrismaðurin í orkumálum" var frá 1981 til 2004 ein ráðharrasessur í Føroya landsstýri. Orkumál lógu undir Orku og umhvørvismálaráðnum frá 1998 til 2004, tá hesi mál vóru flutt til Innlendismálaráðið. Hetta varð tó niðurlagt í 2013. Tá vóru náttúru- og umhvøvismál flutt til Fiskimálaráðið. Landbúnaðarmálaráðharrar í Føroyum. Landbúnaðarmálaráðharrin ella "landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum" var ein ráðharrasessur í Føroya landsstýri frá 1959 til 1998, men aldri við egnum aðalráði. Síðan 1998 hava landbúnaðarmál hoyrt undir fiskimálaráðharran. Áðrenn hetta vóru landbúnaðarmál ofta savnaði saman við fiskivunnu- ella ídnaðarmálum. Bjørt Samuelsen. Bjørt Samuelsen (fødd 2. mars 1965 í Tórshavn) er ein føroyskur journalistur og politikari (Tjóðveldi). Hon hevur sitið í Løgtinginum síðan 2008, og var vinnumálaráðharri frá 4. februar til 15. september 2008. Hon vaks upp í Havn, og fluttið til París sum 19-ára gomul. Seinni flutti hon til Keypmannahavn fyri at lesa bromatologi, og er útbúgvin cand. brom. Síðan flutti hon til Oslo, har hon gekk á "Norsk Journalisthøgskole". Hon starvaðist sum blaðkvinna/journalistur á Aftenposten, Forbruker-rapporten, og á Forbrukerinspektørene hjá NRK. Hon var stýrislimur í Fagpressens Journalistforum frá 1998 til 2000, og skrivari og kassameistari í Norsk-færøysk lag frá 1994 til 2000. Eftir at hon flutti heimaftur til Føroya á heysti 2000, hevur hon starvast í Kringvarpi Føroya og sum sjálvstøðug vinnurekandi sum samskiftisráðgevi. Hon hevur eisini undirvíst á Fróðskaparsetri Føroya. Á løgtingsvalinum 2008 varð hon vald inn á Løgtingið fyri Tjóðveldi. Sama dag, hin 4. februar, varð hon útnevnd til vinnumálaráðharra í aðru stjórnini hjá Jóannes Eidesgaard. Heidi Petersen møtti á løgtinginum í staðin. Samgongusamstarvið helt uppat í september sama árið, og Samuelsen gjørdist aftur løgtingslimur. 1651. 1651 (MDCLI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1650. 1650 (MDCL) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1653. 1653 (MDCLIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1654. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini - 1650-árini - 1660-árini 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini Árstal: 1649 1650 1651 1652 1653 - 1654 - 1655 1656 1657 1658 1659 1655. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini - 1650-árini - 1660-árini 1670-árini 1680-árini 1690-árini 1700-árini Árstal: 1650 1651 1652 1653 1654 - 1655 - 1656 1657 1658 1659 1660 1656. 1656 (MDCLVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1590-árini. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini - 1590-árini - 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini Ár: 1590 1591 1592 1593 1594 1595 1596 1597 1598 1599 1580-árini. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini - 1580-árini - 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini Ár: 1580 1581 1582 1583 1584 1585 1586 1587 1588 1589 1570-árini. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1520-árini 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini - 1570-árini - 1580-árini 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini Ár: 1570 1571 1572 1573 1574 1575 1576 1577 1578 1579 1560-árini. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1510-árini 1520-árini 1530-árini 1540-árini 1550-árini - 1560-árini - 1570-árini 1580-árini 1590-árini 1600-árini 1610-árini Ár: 1560 1561 1562 1563 1564 1565 1566 1567 1568 1569 1550-árini. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1500-árini 1510-árini 1520-árini 1530-árini 1540-árini - 1550-árini - 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini 1600-árini Ár: 1550 1551 1552 1553 1554 1555 1556 1557 1558 1559 1641. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini - 1640-árini - 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini 1690-árini Árstal: 1636 1637 1638 1639 1640 - 1641 - 1642 1643 1644 1645 1646 1640. 1640 (MDCXL) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1630. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1580-árini 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini - 1630-árini - 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini Árstal: 1625 1626 1627 1628 1629 - 1630 - 1631 1632 1633 1634 1635 1620. 1620 (MDCXX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1610. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini 1600-árini - 1610-árini - 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini Árstal: 1605 1606 1607 1608 1609 - 1610 - 1611 1612 1613 1614 1615 1600. 1600 (MDC) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, tí at árstalið kann býtast við 400. Árið byrjaði á einum leygardegi. Sambært julianska kalendaranum var tað eitt leypár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1590. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini - 1590-árini - 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini Árstal: 1585 1586 1587 1588 1589 - 1590 - 1591 1592 1593 1594 1595 1580. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini - 1580-árini - 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini Árstal: 1575 1576 1577 1578 1579 - 1580 - 1581 1582 1583 1584 1585 1570. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1520-árini 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini - 1570-árini - 1580-árini 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini Árstal: 1565 1566 1567 1568 1569 - 1570 - 1571 1572 1573 1574 1575 1560. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1510-árini 1520-árini 1530-árini 1540-árini 1550-árini - 1560-árini - 1570-árini 1580-árini 1590-árini 1600-árini 1610-árini Árstal: 1555 1556 1557 1558 1559 - 1560 - 1561 1562 1563 1564 1565 1550. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1500-árini 1510-árini 1520-árini 1530-árini 1540-árini - 1550-árini - 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini 1600-árini Árstal: 1545 1546 1547 1548 1549 - 1550 - 1551 1552 1553 1554 1555 1540-árini. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1490-árini 1500-árini 1510-árini 1520-árini 1530-árini - 1540-árini - 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini Ár: 1540 1541 1542 1543 1544 1545 1546 1547 1548 1549 1530-árini. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1480-árini 1490-árini 1500-árini 1510-árini 1520-árini - 1530-árini - 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini Ár: 1530 1531 1532 1533 1534 1535 1536 1537 1538 1539 1540. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1490-árini 1500-árini 1510-árini 1520-árini 1530-árini - 1540-árini - 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini Árstal: 1535 1536 1537 1538 1539 - 1540 - 1541 1542 1543 1544 1545 1530. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1480-árini 1490-árini 1500-árini 1510-árini 1520-árini - 1530-árini - 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini Árstal: 1525 1526 1527 1528 1529 - 1530 - 1531 1532 1533 1534 1535 1520-árini. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1470-árini 1480-árini 1490-árini 1500-árini 1510-árini - 1520-árini - 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini Ár: 1520 1521 1522 1523 1524 1525 1526 1527 1528 1529 1520. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1470-árini 1480-árini 1490-árini 1500-árini 1510-árini - 1520-árini - 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini Árstal: 1515 1516 1517 1518 1519 - 1520 - 1521 1522 1523 1524 1525 1510-árini. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1460-árini 1470-árini 1480-árini 1490-árini 1500-árini - 1510-árini - 1520-árini 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini Ár: 1510 1511 1512 1513 1514 1515 1516 1517 1518 1519 Glas. Glas er eitt tilfar, ið vanliga er gjøgnumskygt og ikki serliga reaktivt, og orsakað av hesum verður tað nýtt til nógv ymisk endamál. Glas verður eitt nú brúkt í vindeygum, til at drekka úr, til goymslu og varveitan av veskum og matvørum, og í evnafrøði. Fólk hava altíð hildið glas vera vakurt tilfar, og tí hevur tað verið nógv brúkt innan brúkslist og list, t.d. brúkar føroyski listamaðurin Tróndur Patursson ofta glas tá hann prýðir bygningar, trappur o.a. Tað at framleiða glas er elligamalt, tað varð gjørt longu í bronsuøldini í Mesopotamia fyri nærum fimm túsund árum síðan, men tá var tað mest framleitt sum litaðar glasperlur. for snart fem tusen år siden, men da mest som fargede glassperler. Rómverjar høvdu eina rættiliga stóra framleiðslu av glasi, serliga av drekkisteypum og prýðislutum, tó brúktu teir ikki glas til vísund, brillur ella teleskop. Vanliga er glas gjørt av kiseloksid (SiO2) sum eisini uppbyggir kvarts og sand. Kiseloksidið smeltar við 2.000 gradir Celsius. Vanliga skilja vit ímillum føst og flótandi evni, men glas er faktisk bæði og. Vanlig vindeygagløs verða gjørd av sandi, soda og kálk sum smeltast saman við umleið 1500 gradir Celsius. Eftir at tann flótandi glasmassin er køldur niður, storknar hann, men mótsatt fleiri øðrum sløgum av tilfari, so hendir hetta uttan at mýlini í glasinum verða læst først í einum krystalmynstri. Vit kunnu tí gott síggja glas sum eina vestu ið er undiravkøld. Men tað er ein sera støðug veska, tí sjálvt um mýlini liggja hultur til bultur, so broytist struktururin í glasinum so at siga ikki. 1601. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini - 1600-árini - 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini Árstal: 1596 1597 1598 1599 1600 - 1601 - 1602 1603 1604 1605 1606 1611. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini 1600-árini - 1610-árini - 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini Árstal: 1606 1607 1608 1609 1610 - 1611 - 1612 1613 1614 1615 1616 Vatn. Vatn er ein kemisk sambinding, ið er flótandi við stovuhita og undir standarstýsti. Vatn hevur evnafrøðiliga formilin H2O, ið merkir, at eitt vatnmýl er samansett av tveimum brintatomum og einum ilt-atomi. Vatn er at finna næstan allastaðni á Jørðini og er neyðugt fyri øll kend sløg av lívi. Umleið 70% av fløtuni á Jørðini er dekkað av vatni (hav, vøtn og áir). Í einari frágreiðing í 2014 skrivar ST, at 768 milliónir fólk hava ikki atgongd til reint drekkivatn. Har stendur eisini, at 2,6 milliardir fólk hava ikki umstøður til neyðugt reinføri orsakað av vatntroti, og at 1,3 milliard fólk hava einki elektrisitet. "Eftirspurningurin eftir feskvatni og orku fer at veksa tey næstu árini, tí vit verða fleiri ítali, búskapurin fer at menna seg, og fólk fara at broyta lívsstíl og nýtslu. Alt hetta fer at fleirfalda trýstið á tað frasmmanundan avmarkaða náttúrutilfeingið og vistfrøðina", skrivar ST. Heimsfelagsskapurin sigur, at eftirspurningurin eftir vatni fer at veksa eini 55 prosent hetta til 2050, og at tá fara meiri enn 40 prosent av heimsins íbúgvum at búleikast í økjum við vatntroti. 1631. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1580-árini 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini - 1630-árini - 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini Árstal: 1626 1627 1628 1629 1630 - 1631 - 1632 1633 1634 1635 1636 1621. 1621 (MDCXXI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. Dávur Djurhuus. Dávur Djurhuus er ein føroyskur filmsleikstjóri. Hann hevur nomið sær filmslistarliga útbúgving á Met Film School í London í 2013. Hann vann Geytan fyri filmin "Terminal". Filmurin "Terminal" varð eisini sýndur á London Short Film Festival 19. januar 2014. Hin 11. desember 2013 vann hann føroysku filmsvirðislønina Geytan fyri filmin Terminal, sum hann hevur leikstjórnað, framleitt og skrivað leikhandrit til. Hann er nevndarlimur í Føroysk Filmsfólk. Karl Marx. Karl Heinrich Marx (føddur 5. mai 1818 í Trier, deyður 14. mars 1883 í London) var ein prusslendskur samfelagsfrøðingur, politiskur búskaparfrøðingur og politiskur heimspekingur. Karl Marx er (saman við Friedrich Engels) stovnarin av tí, ið hann sjálvur nevndi vísindalig sosialisma. Henda sosialisma tók hugsjónarliga støði í sonevndu utopisku sosialismuni, sum til dømis varð kend við hugsanum/hugskotum hjá Charles Fourier. Karl Marx útgav í 1848 "Hitt kommunistiska manifestið" saman við Engels og "Das Kapital" (1867–1894) umframt fleiri aðrar bøkur. Hann varð føddur inn í eina múgvandi miðstættarfamilju í Trier í Rinlandinum, tætt við markið til Frankaríki. Hann las á hægri lærustovnunum í Bonn og í Berlin, hiðani áhugin fyri hugsunarháttinum hjá Unghegelianarunum spratt. Eftir loknan lesnað ynskti hann at halda fram á akademisku leiðini, men hesum varð hann sýttur av prusslendsku stjórnini, sum burturbeindi allar umsóknir frá klassiskt liberalistum og unghegelianarum. Í staðin fór hann frá 1842 at skriva fyri víðgongda tíðarritið "Rheinische Zeitung" í Køln. Prusslendska stjórnin bannaði blaðið eftir áheitan frá russiska sarinum "Nikolaj 1". Í 1843 flutti Karl Marx til París, har hann fór at arbeiða sum blaðfólk í víðgongda vinstrahalla blaðnum "Deutsch-Französische Jahrbücher". Í París hitti hann hittinorðaða mannin Friedrich Engels, sum var ein múgvandi verksmiðjuánara úr ríka Rinlandinum. Teir gjørdist vinir, og Engels veitti fígging, so Karl Marx kundi halda fram við síni skriving. 1500-árini. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1460-árini 1470-árini 1480-árini 1490-árini - 1500-árini - 1510-árini 1520-árini 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini Ár: 1500 1501 1502 1503 1504 1505 1506 1507 1508 1509 1510. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1460-árini 1470-árini 1480-árini 1490-árini 1500-árini - 1510-árini - 1520-árini 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini Árstal: 1505 1506 1507 1508 1509 - 1510 - 1511 1512 1513 1514 1515 1500. Øldir: 14. øld - 15. øld - 16. øld Áratíggju: 1460-árini 1470-árini 1480-árini 1490-árini - 1500-árini - 1510-árini 1520-árini 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini Árstal: 1495 1496 1497 1498 1499 - 1500 - 1501 1502 1503 1504 1505 1501. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1460-árini 1470-árini 1480-árini 1490-árini - 1500-árini - 1510-árini 1520-árini 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini Árstal: 1496 1497 1498 1499 1500 - 1501 - 1502 1503 1504 1505 1506 Mie Østergaard Nielsen. Mie Østergaard Nielsen (fødd 25. september 1996 í Aalborg) er ein danskur svimjari. Bæði foreldur hennera eru fyrrverandi svimjarar, pápin er Benny Nielsen, sum vann silvur í 200 m firvald á Summar-OL 1988 og Lone Jensen, sum m.a. luttók á HM í svimjing í 1978. Mie eigur fleiri donsk met í ryggsvimjing. Hon vann sítt fyrsta altjóða heiðursmerki á EM á stuttgeil í 2011 í Szczecin í Póllandi, har hon vann fýra heiðursmerki og varð nevnd sum "newcomer of the championship". Hon vann tvey junior EM gull heiðursmerki í 2011 í 50 og 100 m rygg, og tvey ár seinni vann hon sítt fyrsta EM gull heiðursmerki fyri vaksin í individuellari kapping í Herning í desember 2013, bert 17-ára gomul. Hon vann við tíðini 0:55.99, sum var nýtt evropeiskt seniormet. Michelle Obama. Michelle LaVaughn Robinson Obama (fødd 17. januar 1964 í Chicago, IL) er fyrrverandi forsetafrúa í USA. Í 2008 eydnaðist tað Barack Obama at blíva forseti í USA; Michelle bleiv sostatt forsetafrúa í USA. Michelle Obama giftist við Barack Obama í 1992; fimm ár áðrenn hann varð valdur í senatinum fyrstu ferð. Hon er útbúgvin løgfrøðingur (Ph.d.) frá Harvard University og gjørdist advokatur í 1988. Í februar 2010 fór nationala átakið "Let's Move" av bakkastokki við Michelle Obama á odda. Tankin er at lokalir skúlalærarir, læknar, sjúkrasystrar og foreldur í felag skulu lyfta uppgávuna at steðga rákinum at børnini gerast feitari og feitari. Og við hesum sannlíkindi fyri at gerast sjúkari. Herfyri stóð Michelle andlit til andlits við matvøruídnaðinum á ráðstevnu. Tað vóru teir kendu multinationalu matvørurisarnar Kraft Foods, Coca-Cola og onnur, hon hevði heitt á. Hon biðir matídnaðin m.a. lata minni av salti, sukri og feitti í matin og harafturat upplýsa betur um vøruna. Hon heitti inniliga á teimum um at skapa heilt nýggjar matvørur. At skera óneyðuga fyllu burtur og framleiða heilsubetri mat. Í 2012 bergtók Michelle Demokratiska flokkin í USA og restina av USA við eini talu; hetta gjørdi hon við demokratiska konventið í Norðurcarolina. Hon læt millum annað ongan iva vera um, at maður hennara trýr upp á, at kvinnur sjálvar kunnu taka ábyrgd av egnum kroppi. EM í svimjing á stuttgeil 2013. Evropameistarastevna í svimjing á stuttgeil varð hildin í Herning í Danmark í døgunum 12. til 15. desember 2013. Føroyar hevði 7 svimjarar við: Pál Joensen, Birita Debes, Eyðbjørn Joensen, Óli Mortensen, Guðrun Mortensen, Astrið Foldarskarð og Alvi Hjelm. Føroyingurin Magnus Jákupsson luttók eisini, tó undir donskum flaggi. Tað eydnaðist Føroyum at koma á heiðursmerkjatalvuna, tá Pál Joensen vann eitt silvurheiðursmerki í 1500 metrum frí. Ongin av hinum føroysku svimjarunum megnaðu at koma í nakra finalu, men fleiri av teimum settu persónlig met. Magnus Jákupsson gjørdist nummar 13 í 50 metrar rygg og setti nýtt danskt met saman við einum øðrum donskum svimjara. Føroyar endaði á einum deildum 17. plássi saman við Ísrael. Danmark gjørdist nummar fýra og Svøríki nummar fimm. Noreg, Finnland og Ísland vunnu onki heiðursmerki. Yvirlit yvir heiðursmerkjabýti, eftir londum. Danmark var vertstjóð, tað er markerað við ljóslilla. Menn. Legend: HM - Heimsmet; WBT - World best time; ER - Evropiskt met; CR - Meistaraskapsmet Kvinnur. Legend: WR - Heimsmet; WBT - Heimsins besta tíð; ER - Evropiskt met; CR - Meistaraskapsmet Sporbreidd. Sporbreiddin er fráleikin millum báðar skinnarar av sporinum. Flestu tjóðir brúka eitt vanligt sporbreidd av 1435 mm. Smalari breiddirnar eita "sporsmalur": tær eru brúktar á fjallmiklum lendi, av tí at smærri spor eru ódýrari. Romafólkið. a>. Fyrr vóru rómanarar flakkfólk, ið fóru víða um, men nú búgva teir flestu í útryðjunum í býunum og liva til dømis av at selja ross og gamalt jarn. Sigoynarar (ella rómanar) eru eitt fólk, sum í nógvum førum verður sætt niður á í Evropa. Sigoynarar hava lívliga mentan, og teimum dámar væl dans og tónleik. Tey koma upprunaliga úr India, og fram til 19. øld vóru tey meir ella minni trælir fyri aðalstættina og kleystrini í Evropa. Tá demokratiið tók dik á seg, sluppu tey leys. Men tey áttu onga jørð og einki land, høvdu onga útbúgving og myrkan húðarlit, so framtíðarútlitini vóru einki serlig. Mannarættindafólk siga, at romakvinnur ofta verða sendar til serligar føðideildir at eiga. Og tá børnini hjá teimum fara í skúla, enda tey ofta í flokki saman við menningartarnaðum børnum. Ein fólkateljing í Rumenia í 2013 vísti, at har búðu 500 000 romafólk. Men summi siga, at rætta talið er nærri tveimum milliónum. Tey, sum sleppa burtur úr fátækradøminum, viðganga sjáldan sínar røtur, og tað ger tað eisini truplari hjá romafólkinum at stríðast móti tí mismuni, teimum er fyri. Í árunum, tá Rumenia samráddist við ES um limaskap, gav rumenska stjórnin lyfti um at gera ætlanir, sum skuldu samansjóða ella integrera romafólkið við restina av rumenska samfelagnum. Í Rumenia eru mong ymisk fólkasløg; fjølmentastir eru rumenar, men har eru eisini sigoynarar, ungarar og týskarar, og við strondina við Svartahav, har ið nú eru mangir frítíðarstaðir, hava turkar og ukreinar búsett seg. Fyrr búði mesta fólkið á bygd og livdi av landbúnaði, men so hvørt ídnaðurin hevur ment seg, eru alt fleiri og fleiri fólk flutt til býirnar at búgva. Nógv fólk í Rumenia liva undir sera vánaligum umstøðum. Rumenia er tað landið í Evropa, sum hevur tað størsta fátækradømi. Serfrøðingar siga, at romafólkið hevur havt fleiri bakkast seinastu tíðina av ymsum orsøkum. Vinnuvegir, sum fólkið fyrr livdi av, eitt nú at stoypa messinggrýtur og skógva ross, eru ikki eftirspurdir longur. Og nýggjar evropeiskar reglur um sølu av livandi kríatúri, sum romafólkið fyrr gjørdi nógv av, hava gjørt tað truplari hjá teimum at fylgja við, tí tey megna ikki at taka sær av øllum pappírsarbeiðnum, sum nú fylgir við hesi vinnuni. Og sjálv sigoynaramentanin hevur heldur ikki gagnað romafólkinum, siga serfrøðingar. Hetta er eitt klikut, sera "patriarkalskt" samfelag, har fólk verða noydd til at gifta seg á ungum aldri, og virðingin fyri útbúgving hevur ongantíð verið stór. Romafólkini, sum í flestu førum ikki hava útbúgving og bert fáar arbeiðsroyndir, hava fyri tað mesta fingið eina vánaliga móttøku í Vesturevropa. Summi hava funnið okkurt fyrifallandi arbeiði, eitt nú at savna gamalt jarn ella mála hús. Men onnur hava skrivað seg upp til almannaveitingar ella bidda á gøtuni og stjala úr handlum. Tey hava sett kósina vestur eftir til tey ríkaru ES-londini, og nú hava tey eisini íbirt eitt kjak í Evropa um, hvussu opin tey ”opnu ES-landamørkini” í veruleikanum eru. Tíðarsonur. a>. Dagslinjan er við 180 stig, men í veruleikanum smýgur dagslinjan seg nakað kronglut ímillum ymsar oyggjabólkar, tí tað er óhóskandi um somu tíð at hava ymiskar dagfestingar í sama landi. Tíðarsonurnar vórðu gjørdar út frá nulllongdarlinjuni. Hendan tíðarsonan eitur Greenwich Mean Time, vanliga stytt GMT. Fyri at gera tað lættari at máta tíðina, er jørðin býtt upp í 24 tíðarsonur. Sonurnar ganga norður og suður. Í hvørjari sonu er sama tíð galdandi. Tað hevur við sær, at vit í Føroyum hava somu tíð sum til dømis Vesturafrika. Ein tími er vanliga millum sonurnar. Fert tú eystureftir til eina nýggja tíðarsonu, mást tú flyta klokkuna ein tíma fram. Fert tú harafturímóti vestureftir, mást tú flyta klokkuna ein tíma aftur. Hetta er so, tí at sólin rísur í eystri og setur í vestri, og tað hevur við sær, at dagurin byrjar eystanfyri. Tíðarsonurnar fylgja ikki heilt longdarlinjunum, tí tíðarsonurnar eru ofta lagaðar til landamørkini hjá einstøku londunum av praktiskum ávum. Tó hava stór lond fleiri tíðarsonur. Í USA eru til dømis fýra tímar á muni millum eysturstrondina og vesturstrondina. Lítla landið Nepal hevur valt eina tíð, sum er 15 minuttir frá indiskari tíð, fyri at vísa sjálvræði sítt mótvegis stóra landinum sunnanfyri. Topografisk kort. Topografisk kort vísa hæddarmunin, sum er í náttúruni. Ymsir hættir eru at vísa hæddarmun. Oftast brúka vit hæddarstrikur, har hvør strika merkir eina ávísa hædd. Hæddin vísir metratal yvir havið. Viðhvørt verður brattlendi víst við myrkari liti. Hæddin á høvdum og fjøllum verður merkt við tølum. Á topografiskum kortum av Føroyum síggja vit, hvar mýrar, hamrar, gjáir, áir og vøtn eru. Hesi kort hava lutfallið 1:20.000 og 1:100.000 og verða nógv brúkt í sambandi við uttandura arbeiði og frítíðarlív. Surtsey. Oyggin Surtsey er sunnanfyri Ísland. Surtsey er ein oyggj í Íslandi. Hon varð til í ein­um eldgosi, sum helt á frá 1963 til 1967. Innan úr jørðini goystu súlur av gassi og øsku upp úr hav­botn­inum. Súlan var við­hvørt næstan 15.000 metrar høg. Gosbræðing floymdi út á havbotnin og eftir stuttari tíð varð ein oyggj bygd upp nakrar desi­metrar yvir vatnskorpuni. Enn størri nøgdir av gosbræðingum fossaðu út og myndaðu at enda eina oyggj nakrar fer­kilometrar til støddar. Virksemið í gosfjallinum minkaði sum frá leið, og nakað seinni kundu tey fyrstu vísindafólkini fara á lítlu nýggju oynna. Longu tvey ár seinni var vøkstur á Surtsey. Í 2013 vóru 50 ár síðani oyggin Surtsey sunnanfyri Vestmannaoyggjarnar kom undan kavi í einum ógvisligum eldgosi í 1963. Oyggin hevur ligið mestum oyðin síðani, men nú heldur borgarstjórin í Vestmannaoyggjunum, Elliði Vignisson, at stundin er komin til, at onnur enn jarðfrøðingar sleppa út á oynna at vitja. Nógvar rannsóknir eru gjørdar á oynni hesa hálvu øldina, og jarðfrøðingar mæla framvegis frá, at onnur enn vísindafólk fáa atgongd til hana. Monsunar. Monsunar eru vindar, sum broyta ætt, alt eftir hvør árstíðin er. Monsun­ vindar eru um alt Suðurásia og eru orsøk til heilt serlig veðurfyri­brigdi. Um summarið verður landið inni í landinum í Ásia skjótari hitað enn havið. Luftin yvir landøkið verður hitað og fer uppeftir. Tá taka lágtrýst seg upp yvir land, sum súgva slavna luft frá havinum til sín. Frá mai til september streymar summarmonsunurin frá Indiahavi inn yvir Ásia. Tá ið tann slavna luftin uttan av havinum kemur inn yvir land, verður hon noydd upp eftir. Hon verður køld, og tað fer at regna. Glopraregn, "monsunregn", kann koma við summarmonsuninum. Í vetrarhálvuni skiftir vindurin ætt. Tá taka hátrýst seg upp yvir kalda landið, sum kólnar skjótari enn havið. Tann kalda og turra luftin í hátrýstinum streymar út ímóti havinum, har trýstið er lægri. Talan er um vetrarmonsunin. Í tíðini millum vetur og summar kann veðrið vera ógvuliga umskiftandi. Tá kunnu til dømis harðar ódnir raka strandaøkini í Bangladesj. Monsunregn elvir ofta til vatnflóð. Golfstreymurin. Sjógvurin flytur seg alla tíðina í stórum streymum. Ein streymur, sum hevur ávísa kós ella rák, nevna vit "havstreym". Vindur og jarðarsnúning­urin seta gongd á streymin. Golfstreymurin, sum er heitur havstreymur, fer fram við Føroyum og Noregi. Heiti sjógvurin stavar frá eysturstrondini í Norðuramerika, og fer um Atlantshav, áðrenn hann kemur til Noregs. Golfstreyminum fyri at takka hava vit temprað veðurlag í Norðurevropa, hóast vit eru langt norðuri á jørðini. Viktoriavatn. Viktoriuvatn (eisini rópt Nnalubaale", "Nam Lolwe" ella "Nyanza"; enskt: "Lake Victoria") er størsta vatnið í Afrika. Vatnið liggur millum londini Uganda, Kenja og Tansania, uml. 1134 metrar yvir havfløtuni. Tað er í mesta lagi 359 km langt, 337 km breitt og vatnið er 59,947 ferkilometrar til víddar. Dýpið er í miðal um 40 metrar, men fer niður á 81 metra dýpi har tað er djúpast. Størsti partur av norðara helmingini liggur í Uganda, meðan ein smáur partur við landnyrðingsstrondina er undir Kenja. Sunnari helmingurin av vatni liggur yvirhøvur í Tansania. Frárenslið er í norðara enda og eitur Hvíta Nílá ella Viktoria Nilá. Vatnið haðani rennur gjøgnum Nilá út í Miðjarðarhav. Nógvur fisk­ur er í Viktoriuvatni. Tað hevur eisini stóran týdning sum farleið millum londini Kenja, Uganda og Tansania. Fyri at fáa meira burtur úr fiskivinnuni varð eitt nýtt fiskaslag slept út í Viktoriuvatn í 1950-árunum. Tað var nil-áburran, sum ikki hevði verið í vatninum áður. Nil-áburran treivst væl, og nógv meira varð nú fiskað. Men seinni vísti tað seg, at nógv onnur fiskasløg minkaðu í staðin. Hetta vóru fiskasløg, sum fiskimenninir, ið búðu fram við vatninum, fiskaðu við smáum útróðrarbátum. Í staðin komu stór fiskiskip langvegis frá at fiska nil-áburruna. Í Viktoriuvatni trívist ein vatnplanta, ein hýasint, sum helst er komin úr einum urtagarðshyli. Hesin vøksturin flýtur omaná og fjalir stórar partar av vatninum. Tað ger, at bátar illa fáa siglt. Men nú er eitt skordýraslag sett út, sum etur hesa vatnplantuna, og tí er ikki so nógvur ampi av henni longur. GPS. GPS (stytting fyr Global Positioning System) er ein skipan, sum kann staðseta støð á jørðini við fylgisveinum. Yvir tredivu fylgisveinar eru í ringrás kring jørðina. Ein GPS-móttakari er eitt tól, sum kann rokna frástøðuna til fylgi­sveinar. Um GPS-móttakarin fær frástøðuna til 3 fylgisveinar, kann hann rokna positiónina á jararyvirflatanum. Um móttakarin fær frástøðuna frá 4 fylgisveinum, kann hann eisini rokna hæddina. Mest vanligu nýtsluøkini fyri GPS’arar er í skipum, bátum og bilum. GPS-móttakarin hevur ymisk kort, soleiðis at tú altíð sært, hvar tú ert. Í nøkrum GPS-móttakarum til bilar kanst tú eisini hoyra eina rødd, sum sigur tær, hvussu tú skalt koyra fyri at koma til tað staðið, sum tú hevur sligið inn á tólið. Bajkalvatn. Bajkalvatn, nevnt Bláa eygað í Siberia er í Landsynningssiberia og er 31.468 km2 í vídd og 1940 metrar djúpt. Tað er djúpasta vatn í heiminum og størsta vatn, har vatnið er púra fekst; her eru 27.000 km3 av vatni, sum eru 20 % av øllum feskum vatni í heiminum. Størsta dýpið er 1940 metrar. Av tí, at vatnið er so djúpt, er ómetaliga nógv feskt vatn har. Bajkalvatn verður eisini hildið at vera heimsins elsta vatn; aldurin á tí verður mettur til 70 milliónir ár. Har liva nógv ymisk dýrasløg, sum ikki eru at finna nakra aðrastaðni á jørðini, m.a. tann eyðkendi bajkalkópurin. Hetta kemur av, at vatnið er so gamalt og liggur soleiðis í lendinum, sum tað ger. Bajkalvatn er á listanum hjá ST yvir støð, sum eiga at verða varðveitt, men bæði vatnið og umhvørvið rundanum eru hótt. Har er m.a. nógvur timbur ídnaður, sum dálkar vatnið illa við sínum útláti. Seinastu árini hava skógarídnaður og evnafrøðiídnaður dálkað vatnið illa; hetta hevur fingið fólk at gera eitt stórt átak at sleppa hesi sjáldsomu náttúru undan at verða týnd. Flóðaldur. a>. Meir enn 250.000 fólk lótu lív av hesari hendingini. Flóðaldur eru vanligast í Kyrrahavsøkinum. Tað japanska heiti fyri flóðaldur er tsunami, og er hetta fyribrigdi best kent við japanska heitinum í altjóða lesnaðinum. Gos og jarðskjálvtar á havbotninum kunnu elva til ovurstórar aldur, sonevndar flóðaldur. Tær flyta seg skjótt yvir havið. Alduferðir hava verið máldar til 750 km/t. Úti á havinum eru aldurnar bara hálvan metur høgar, men tá tær koma at landi og verða steðgaðar, vaksa tær og kunnu verða meira enn 20 metrar høgar. Síðani stoyta tær seg við eini øgiligari kraft inn yvir land og kunnu oyðileggja alt, sum fyri er. Ein jarðskjálvti út fyri Sumatra í Indonesia í 2004 elvdi til eina aldu, sum skolaði inn á Indonesisku strondina og eisini ferðaðist tvørtur um Indiska Havið og rakti indisku strendurnar. Skjálvtin máldi 9,0 á Richterstiganum. Hægstu aldurnar vóru helst 25 metrar høgar. Millum 250.000 og 300.000 fólk lótu lív. Teirra millum vóru næstan 900 ferðafólk úr Norðurlondum. Fimm milliónir gjørdust heimleys. Tann 11. mars 2011 var ein ógvusligur jarðskjálvti í havbotninum eystur úr Japan, sum elvdi til eina flóðaldu. Serliga norður Japan varð meint rakt og um 20.000 fólk mistu lívið. Flóðaldur eru sjálvsamar á okkara leiðum, men slíkar hendingar eru av og á her í Føroyum. Tað er tó langt síðani, at flóðaldur, ið kunnu samanberast við oyðileggjandi aldurnar í fjareystri, hava rakt Føroyar. Flóðaldur við Føroyar. Flóðaldur, sum kunnu samanberast við tær í fjareystri, hava vit ikki havt her á leiðunum síðani umleið ár 6000 ár fyri Krist. Tá var eitt omanlop á kantinum av norska landgrunninum, sum elvdi til eina rættuliga stóra tsunamialdu í Norðurhøvum. Henda hendingin er kend sum "Storeggaaldan". Model útrokningar hava víst, at aldan var umleið 10 m. høg, tá hon kom inn á føroyska landgrunnin. Kanningar av botnsedimentunum í vøtnunum suðuri í Vági og Niðri á Vatninum á Eiði vísa, at tað breyt inn í hesi vøtnini í hesari hendingini. Ein líknandi, men ikki so ógvuslig hending var í 1969, tá ein harður jarðskjálvti rakti Gorringe Bankan í ein útsynning úr Portugal. Hesin skjálvtin skapti eina flóðaldu, sum rakti strendurnar hjá Portugal, Spania, Marokko og oyggjarnar har um vegir. Á evropeiska meginlandinum gjørdi aldan í hesari hendingini ikki so nógv um seg, men ótti kom tó á fólk, serliga í Portugal, tí í 1755 varð Lissabon so at siga lagdur í oyði av slíkari hending. Vit eru tó ikki vitandi um nakra frásagnir, sum vísa at hesar hendingarnar hava rakt Føroyar. Í 2008 var ein minni flóðaldu hending, sum serliga gjørdi um seg í Hvannasundi, men eisini merktist í Kollafirði og aðrastaðni í Føroyum. Líknandi fyribrigdir hava verið fyrr, m.a. í bókini "Sørvágur og sørvingar" skrivar Sonni Jacobsen um eina flóðaldu, sum knappliga kom inn á sandin í Sørvági í annars besta veðri bæði á landi og á sjónum. Hetta var tann 14 august í 1916. Eisini eru frásagnir, sum benda á, at sama alda gjørdi um seg á Miðvági. Orsøkina til hesar hendingarnar vita vit ikki enn, men omanlop onkunstaðni á havbotninum ella serlig veðurfyribrigdir úti á opnum havi eru tvey av boðunum. Flóðaldur kunnu eisini koma av omanlopum, og slíkt dømi er hendingin í 1953, tá eitt omanlop á Kalsoynni skapti eina aldu, sum fylti gjónna norðuri við Gjógv. Hesa aldu merktu tey eisini í Leirvík, men tó í nógv minni mun. Veðurlagsráðið hjá ST. Veðurlagsráðið hjá ST, sum varð stovnað í 1988, eitur IPCC. Hetta er stytting fyri Intergovernmental Panel for Climate Change. IPCC samskipar og kunnar um veðurlagsgransking kring allan heimin. Hetta verður gjørt við eitt nú at geva út frágreiðingar. Umboð fyri á leið 190 lond sita í ráðnum. Úr Norðurlondum lut­taka granskarar frá lærdum háskúlum, veðurstovnum og øðrum myndug­ leikum. Fram til 2012 hevur veðurlagsráðið kunngjørt fýra stórar metingar um veðurlagsbroytingar. Í tí fyrstu var einki um, hví hitin á jørðini hækkar. Men í frágreiðingini frá 2007 skrivar ráðið, at orsøkin til, at tað gerst heitari, óivað er økt útlát av vakstrarhúsgassi. IPCC heldur tí, at okkum tørvar ymsar hættir at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi. Sjálvt um veðurlagsfrágreiðingarnar hjá ST byggja á gransking, so eru granskarar ikki á einum máli, um vit hava størri vakstrarhúsárin ella ikki. Tey eru heldur ikki samd um avleiðingarnar. Men um vakstrar­ húsárinini verða ávirkað ella ikki, so halda tey flestu kortini, at tað er neyðugt at avmarka útlátið av koltvísúrevni (CO2) og øðrum vakstrar­húsgassi. Steppuveðurlag. Steppuveðurlag er bæði í heitum og køldum økjum. Turkurin og ikki hitin er avgerandi fyri veðurlagið og vøksturin. Vakstrarøkið í hesum veðurlagnum verður nevnt steppur. Her veksur ymiskt gras, leykir og fleiri runnar, men her er alt ov turt hjá høgum trøum, ið krevja nógv vatn fyri at vaksa. Hóast veðurlagið er turt, eru mong av heimsins týdningarmestu landbúnaðar­økjum og beitilendum í økjum, sum hava steppuveðurlag. Orsøk­in er, at vatn kann verða leitt út á turra, men fruktagóða lendið. Tilfarið í steppujørð er vanliga leyst jørðildi, sum vit nevna løssjørð, og sum er evnað úr fokdusti, og sortujørð, sum hevur svartan lit. Í USA og Kanada eita grassteppurnar "preriur", og í Argentina eita tær "pampas". Á leið 10 % av heimsins fólkum liva í økjum, sum einaferð vóru steppur. Miðjarðarhavsveðurlag. a>. Eisini her er summarið heitt og turt og veturin mildur og slavin. Miðjarðarhavsveðurlag er ikki einans í økinum kring Miðjarðarhavið. Líknandi veðurlag og vøkstur er eisini aðrastaðni, eitt nú í Kalifornia og landslutum í Avstralia, Suðurafrika og Kili. Har er heitt og turt um summarið og lýtt og slavið um veturin. Fyri fleiri túsund árum síðan vóru stórir leyvskógir her. Skógirnir vórðu feldir og eru mest sum horvnir nú. Víð øki eru nú í staðin beitilendi hjá seyði og geit. Bitið elvdi til, at vøksturin broyttist. Kjarr og vøkstir, sum dýr ikki kundu eta, breiddu seg. Á henda hátt kom tann vøksturin, sum vit nevna "miðjarðarhavskjarr". Meginparturin av økjunum við miðjarðarhavskjarr eru í dag olivin­ lundir, sitruslundir og vínakrar. Leyvtrø, sum trívast í miðjarðar­havs­ veðurlagi eru lavrberjatrø, myrta, eik, bók og kastanjutrø. Duel in the Pool. Duel in the Pool er ein svimjistevna, sum byrjaði í 2003. Tey fyrstu árini var kappingin millum teir bestu svimararnir úr USA og Avstralia, men síðan 2009 hava tað verið svimjarar úr USA og Evropa, sum dystast hvør móti øðrum. Kappingin verður hildin annað hvørt ár. Føroyski Pál Joensen luttók í 2011 og 2013. Í 2011 vann hann gull í 800 metrum frí við tíðini 7:36.24, sum var nýtt føroyskt met. Í 2013 vann hann silvur við tíðini 7:39:69. Vinstrahallur politikkur. Vinstrahallur politikkur er eitt uppbýti av politikki, har nakrir politiskir flokkar, ið hava ávís felags eykenni, sum sosisalismu ella kommunismu, vera bólkaðir. Í Føroyum vera Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi av núverandi politiskum flokkum í Føroyum vanliga sagdir at vera vinstrahallir. Av fyrrverandi vinstrasinnaðum politskum flokkum í Føroyum kunnu nevnast Verkamannafylkingin, Oyggjaframi, Føroyskir Sosialistar, Kommunistiski Flokkur Føroya og Sosialistiski Loysingarflokkurin. Í Noregi verða flokkarnir Rødt, NKP, Sosialistisk Venstreparti og Arbeiderpartiet roknaðir fyri at vera vinstrahallir. Í Danmark eru tað flokkarnir Socialdemokraterne, SF - Socialistisk Folkeparti og Eindarlistin roknaðir fyri at vera vinstrahallir flokkar. Heitini vinstahallur og høgrahallur politikkur koma úr fronsku kollveltingini, har ið teir radikalu og kollveltingarsinnaðu sótu vinstrumegin formannin í tí provisoriska tjóðartinginum, meðan teir konservativu og moderatu sótu høgrumegin. Í politikki verður eisini tosað um flokkar sum bæði eru til vinstru og til høgru og hvørki kunnu flokkast til vinstu ella til høgru, og tí verða kallaðir miðflokkar ella flokkar sum eru á miðjuni í politikki. Flokkarnir ið eru vinstrasinnaðir hava tað til felags, at teir stríðast fyri javnrættindum, at tað ikki skulu vera klassamunur á fólki, fyri rættvísum býti innanlendis og altjóða og at hetta skal henda við at hava eina sterka tjóð sum veitir nógvar vælferðartænastur og spælir aktivan leiklut í vinnulívinum. Tað er stórur munur á teimum ymisku vinstrahallu flokkunum í Norðurlondum, um hvussu stóran aktivan leiklut ið tjóðin veruliga skal hava, men tó eru hesir flokkar í høvuðsheitum samdir í at infrakervið umframt grundleggjandi vælferðartænastur sum útbúgving og heilsa eiga at vera ábyrgdin hjá tí almenna. Teir víðgongdu vinstrahallur flokkarnir fara uppaftur longur og ynskja at avtaka tann privata ognarrættin fullkomiliga. Eitt annað felagsheiti fyri vinstrahallan politikk er ein skepsis móti teimum fríu marknaðarkreftunum og kapitalismuni, tí at hesi føra klassamun við sær. Høgrahallur politikkur. Høgrahallur politikkur ella Høgrasinnaður politikkur er eitt savnigarheiti fyri politiskir flokkar og ideologiir, sum mynda teir borgarligu, tað vil siga ikki-sosialistisku, konservativu og liberalu politisku flokkarnir. Í siðbundnum partapolitikki verður eisini tosað um flokkar sum eru í miðjuni og um flokkar sum eru vinstrahallir. Í Føroyum eru teir høgrasinnaðu flokkarnir Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn. Heitini høgrahallur og vinstahallur politikkur koma úr fronsku kollveltingini, har ið teir radikalu og kollveltingarsinnaðu sótu vinstrumegin formannin í tí provisoriska tjóðartinginum, meðan teir konservativu og afturhaldsinnaðu sótu høgrumegin. Har vóru teir mest radikalu ein bólkur ið til dømis vildi innføra almennan atkvøðurætt fyri menn, settir til vinstru fyri talarastólin og teir meira konservativu, sum ynsktu at støðga tí kollveltingarligu gongdini, vóru settir høgrumegin talarastólin. Henda plaseringin var orsøkin til, at hugtøkini høgrasinnaður og vinstrasinnaður vóru brúkt fyri at skilja ímillum tær ymisku áskoðanirnar. Eftir at hetta býti millum høgra og vinsta var gjørt í evropeiskum politikki, so kom tann heldur ógreiða "miðjan" í politikki eisini. 1591. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini - 1590-árini - 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini Árstal: 1586 1587 1588 1589 1590 - 1591 - 1592 1593 1594 1595 1596 1581. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini - 1580-árini - 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini Árstal: 1576 1577 1578 1579 1580 - 1581 - 1582 1583 1584 1585 1586 1561. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1510-árini 1520-árini 1530-árini 1540-árini 1550-árini - 1560-árini - 1570-árini 1580-árini 1590-árini 1600-árini 1610-árini Árstal: 1556 1557 1558 1559 1560 - 1561 - 1562 1563 1564 1565 1566 1551. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1500-árini 1510-árini 1520-árini 1530-árini 1540-árini - 1550-árini - 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini 1600-árini Árstal: 1546 1547 1548 1549 1550 - 1551 - 1552 1553 1554 1555 1556 Ábraham. Ábraham vil ofra son sín Ísak til Gud, málningur av Rembrandt, 1635. Ábraham ella Abraham (hebraiskt אַבְרָהָם, "Aḇrāhām"), føðinavn "Abram", er ein týðandi persónur úr Gamla Testamenti úr Bíbliuni, sum sær hann sum elsta ættfaðirin til tað ísraelska fólkið. Søgan um Ábraham stendur skrivað í 1. Mósebók, kap. 12-25, har hann saman við soni sínum Ísak og Jákup hoyrir til patriarkarnar, sum gjørdust ættfedrar til Ísraels 12 ættarbólkar. Ábraham er ein týðandi profetur hjá teimum kristnu, hjá jødunum og hjá muslimum. Í Islam er hann viðurkendur sum profetur, patriarkur og boðberi undir navninum Ibrahim. Abraham var ein eftirkomari av soni Nóah Sem. Kristin og muslimar trúgva, at Jesus var ein eftirkomari av Ábraham, og harumframt trúgva muslimar, at Muhammed var ein efterkomari gjøgnum Ismail. Tað er ein vaksandi konsensus millum bíbliugranskarar, at frágreiðingin í "Fyrstu Mósebók" um Ábraham hevur sín uppruna frá 500- og 400-talinum á.Kr. Upphav. Ábraham var sonur Tarah og eftirkomari av soni Nóa Sem. Upprunaliga navn hansara var Abram, men hann varð seinni kendur sum Ábraham. Hann var giftur við hálvsystir sínari Sarai, seinni kend sum Sára (Sara). Hann hevði tveir brøður, sum kallaðust Nakor og Haran. Síðstnevndi doyði tíðliga og er faðir Lot. Eftir at Sara var deyð, fekk hann seks synir við hjákonuni Ketura: Simran, Joksjan, Medan, Midian, Jisjbak og Sjuah. Ábraham verður mettur at vera ættfaðir bæði hjá ísraelittum, ísmaelittum, edomittum og midianittum. Ábraham andaðist 175 ára gamal, og varð grivin í Makpela-holuni sum sambært Bíbliuni skal liggja í býnum Hebron við Vestara Áarbakka. Hetta er ein av orsøkunum til, at jødarnir ynskja at hava atgongd til býin. A Night at the Opera. A Night at the Opera er tann áttanda LP plátan hjá bretsku rock tónleikabólkinum Queen. Tað var plátufelagið Parlophone sum útgav plátunu hin 1. Januar 1976. Anggun. Anggun Cipta Sasmi (fødd 29. apríl 1974 í Jakarta, er ein indoneskur pop/R&B sangari og sangskrivari. Hon býr í París og umboðaði Frakland í Eurovision Song Contest 2012. Hon sang soundtrack sangir á danska dogmefilminum "Elsker dig for evigt", sum er leikstjórnaður av Susanne Bier. Tað vóru Jesper Winge Leisner og Niels Brinck, ið skrivaðu sangirnir og Niels Brinck ið framleiddi tónleikin. Hon er tann fyrsti sangari/songkvinna úr Indonesia, ið megnaði at koma á plátuhittlistar í Evropa og USA. Eurovision Song Contest 2012. Eurovision Song Contest 2012 var tann 57. sangkappingin í røðini av Eurovision Song Contest. Kappingin varð hildin í døgunum 22, 24 og 26. mai 2012 í Baku, Aserbadsjan. Svøríki vann við sanginum "Euphoria" sum varð framførdur av Loreen. 1541. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1490-árini 1500-árini 1510-árini 1520-árini 1530-árini - 1540-árini - 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini Árstal: 1536 1537 1538 1539 1540 - 1541 - 1542 1543 1544 1545 1546 1531. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1480-árini 1490-árini 1500-árini 1510-árini 1520-árini - 1530-árini - 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini Árstal: 1526 1527 1528 1529 1530 - 1531 - 1532 1533 1534 1535 1536 1521. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1470-árini 1480-árini 1490-árini 1500-árini 1510-árini - 1520-árini - 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini Árstal: 1516 1517 1518 1519 1520 - 1521 - 1522 1523 1524 1525 1526 1511. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1460-árini 1470-árini 1480-árini 1490-árini 1500-árini - 1510-árini - 1520-árini 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini Árstal: 1506 1507 1508 1509 1510 - 1511 - 1512 1513 1514 1515 1516 Minnisvarðin í Vági. Minnisvarðin í Vági, sæð frá Vágsvegi móti norði. Standmyndin sæst ovarliga. Minnisvarðin í Vági, útsýnið suðureftir móti Vágs Havn. Minnisvarðin í Vági er miðskeiðis í býnum, tætt við Vágs Havn og Vágs Skipasmiðju, nakað vestanfyri Vágs kirkju. Í 19. øld og nakað upp í 20. øld var eitt fiskapláss við fløtum steinum á staðnum, og tvey hús vóru bygd har til arbeiðsfólk sum komu norðanfjørðs at arbeiða við fiski. Tey húsini eru ikki til longur. Í 1977 varð ein minnisvarði bygdur á staðnum. Har er ein koparstandmynd av einari kvinnu, sum heldur einum róðri av føroyskum útróðrarbáti, hon sær syrgin út. Aftanfyri hana eru nakrar koparplátur stoyptar niður á fløtuna, á koparplátunum, eru nøvnini á teimum vágbingum, sum lótu lívið á sjónum, inngraveraði. Tað var Fridtjof Joensen, myndahøggari, ið gjørdi standmyndina. Rundan um plássið eru runnar og trø. Benkur standa ovarliga í parkini. Fyri at halda seyði burturi er ein girðing sett upp millum gongubreytina við Vágsveg og Minnisvarðan. Nógv tiltøk verða á hvørjum ári hildin við Minnisvarðan í Vági, eitt nú verða grækarismessuhald og flaggdagshalds hildið har við røðum, felagssangi, kórsangi, horntónleiki osfr. Á jóansøku, tá hon verður hildin í Vági líka ár, fáa studentarnir prógvini handaði her og ofta fer steypahandanin eisini til kappróðrarfólkið fram her. Skúðgongur verða eisini gingnar til Minnisvarðan í Vági á jóansøku og til onnur hátíðarhald. Á minningardegi teirra sjólátnu verður kransur lagdur við standmyndina, fyri at minnast tey sum eru deyð á sjónum, tað verður gjørt eftir eina minningarguðstænastu í Vágs kirkju. Í desember verður eitt stórt jólatræ sett upp og jólaljós í ymiskum skapi verða eisini sett upp. Listavirðisløn Nólsoyar Páls. Listavirðisløn Nólsoyar Páls er ein føroysk listavirðisløn, ið var sett á stovn í 2013 av Klaksvíkar býráð. Virðislønin verður eftir ætlan latin einaferð um árið nýggjársaftan ella um tað tíðina. Virðislønin er á 75.000 krónur og verður latin av Klaksvíkar býráð og vinnulívinum í Klaksvík. Fyrsta heiðurslønin varð handað vísusangaranum Hanusi G. Johansen, sum er ættaður úr Klaksvík, og sum miðskeiðis í seksti árunum í heimbýnum fór undir virksemið, sum seinni bar yrkisleiðina sum vísusangari við sær. Byrta (tónleikaútgáva). Byrta er fyrsta tónleikaútgávan hjá føroyska tónleikabólkinum Byrta, tá eru stakløg ikki tald við. Fløgan kom út 24. mai 2013 hjá plátufelagnum Tutl. Útgávan varð kosin at vera tann besta av øllum føroyskum tónleikaútgávum í 2013 í útvarpssendingini Brunsj hjá Kringvarpinum. Tað vóru tríggir tónleikaummælarar, ið øll valdi Byrta sum nummar eitt. Tey góvu stig til fimm tónleikaútgávur hvør. Benedikta Boccoli. Benedicta Boccoli (fødd 11. november 1966 í Milano) er sjónleikari úr Italia. Hon er systir Brigitta Boccoli, sum eisini er sjónleikari. Anna Rita Del Piano. Anna Rita del Piano (fødd 26. juli 1966 í Cassano delle Murge) er sjónleikari úr Italia. 1632. 1632 (MDCXXXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1622. 1623 (MDCXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. 1612. 1612 (MDCXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1602. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini - 1600-árini - 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini Árstal: 1597 1598 1599 1600 1601 - 1602 - 1603 1604 1605 1606 1607 1643. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini - 1640-árini - 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini 1690-árini Árstal: 1638 1639 1640 1641 1642 - 1643 - 1644 1645 1646 1647 1648 1644. 1644 (MDCXLIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1645. 1645 (MDCXLV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1646. 1646 (MDCXLVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1647. 1647 (MDCXLVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. Tróndur Bogason. Tróndur Bogason (fyrr Hansen, føddur 5. apríl 1976) er ein føroyskur tónasmiður og tónleikari, sum er útbúgvin á Kongaliga Musikkonservatoriunum í Keypmannahavn. Hann er eisini limur í rapp/rock tónleikabólkinum MC-Hár og var ein av stovnarunum av føroyska kórinum í Keypmannahavn Mpiri. Tónleikaverk. Í 2014 varð sjónleikurin "Tóm rúm", sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað, framførdur á Tjóðpalli Føroya. Tróndur gjørdi tónleikin til leikin. Familja. Tróndur er sonur rithøvundan og sertannlæknan Bergtóru Hanusardóttir og havlívfrøðingin Boga Hansen. Hann er giftur við føroysku songkvinnuni Eivør Pálsdóttir. 1633. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1580-árini 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini - 1630-árini - 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini Árstal: 1628 1629 1630 1631 1632 - 1633 - 1634 1635 1636 1637 1638 1634. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1580-árini 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini - 1630-árini - 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini Árstal: 1629 1630 1631 1632 1633 - 1634 - 1635 1636 1637 1638 1639 1635. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1580-árini 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini - 1630-árini - 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini Árstal: 1630 1631 1632 1633 1634 - 1635 - 1636 1637 1638 1639 1640 1512. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1460-árini 1470-árini 1480-árini 1490-árini 1500-árini - 1510-árini - 1520-árini 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini Árstal: 1507 1508 1509 1510 1511 - 1512 - 1513 1514 1515 1516 1517 1513. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1460-árini 1470-árini 1480-árini 1490-árini 1500-árini - 1510-árini - 1520-árini 1530-árini 1540-árini 1550-árini 1560-árini Árstal: 1508 1509 1510 1511 1512 - 1513 - 1514 1515 1516 1517 1518 13. øld. (12. øld - 13. øld - 14. øld) 13. øld var frá 1201 til 1300 í tí gregorianska kalendaranum. Deyð. * Epke Zonderland. Epke Jan Zonderland (føddur 16. apríl 1986 í Lemmer) er ein niðurlendskur fimleikari. Hann vann eitt gull heiðursmerki á Summar-OL 2012. 1623. 1623 (MDCXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi. 1614. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini 1600-árini - 1610-árini - 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini Árstal: 1609 1610 1611 1612 1613 - 1614 - 1615 1616 1617 1618 1619 1613. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini 1600-árini - 1610-árini - 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini Árstal: 1608 1609 1610 1611 1612 - 1613 - 1614 1615 1616 1617 1618 1624. 1624 (MDCXXIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum mánadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum hósdegi. 1625. 1625 (MDCXXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1615. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini 1600-árini - 1610-árini - 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini 1660-árini Árstal: 1610 1611 1612 1613 1614 - 1615 - 1616 1617 1618 1619 1620 1648. 1648 (MDCXLVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum mikudegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum leygardegi. 1649. 1649 (MDCXLIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1603. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini 1590-árini - 1600-árini - 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini 1650-árini Árstal: 1598 1599 1600 1601 1602 - 1603 - 1604 1605 1606 1607 1608 Andlát. 1533 - Elisabet 1., ensk drotning (d. 1603) 1490-árini. Øldir: 14. øld - 15. øld - 16. øld Áratíggju: 1440-árini 1450-árini 1460-árini 1470-árini 1480-árini - 1490-árini - 1500-árini 1510-árini 1520-árini 1530-árini 1540-árini Ár: 1490 1491 1492 1493 1494 1495 1496 1497 1498 1499 1480-árini. Øldir: 14. øld - 15. øld - 16. øld Áratíggju: 1430-árini 1440-árini 1450-árini 1460-árini 1470-árini - 1480-árini - 1490-árini 1500-árini 1510-árini 1520-árini 1530-árini Ár: 1480 1481 1482 1483 1484 1485 1486 1487 1488 1489 1470-árini. Øldir: 14. øld - 15. øld - 16. øld Áratíggju: 1420-árini 1430-árini 1440-árini 1450-árini 1460-árini - 1470-árini - 1480-árini 1490-árini 1500-árini 1510-árini 1520-árini Ár: 1470 1471 1472 1473 1474 1475 1476 1477 1478 1479 Thomas Blachman. Thomas Blachman (føddur 2. apríl 1963 á Nørrebro, Keypmannahavn) er ein danskur tónleikari og kendur sum dómari í sjónvarpsundirhaldssendingini hjá DR X Factor. Mark Rutte. Mark Rutte (føddur 14. februar 1967 í Den Haag) er ein niðurlendskur politikari, sum síðan 14. oktober 2010 hevur verið forsætisráðharri í Niðurlondum. MØ. Karen Marie Ørsted, betri kend sum MØ (fødd 13. august 1988 í Odense) er ein donsk songkvinna og sangskrivari. Niðurlendskt mál. Niðurlendskt ("Nederlands"; "Vlaams" í Belgia) er eitt av vesturgermansku málunum. Niðurlendskt verður fyrst og fremst tosað í Niðurlondum, Belgia, Surinam, Aruba, Curaçao og Sint Maarten. Føroyska stavraðið. Føroyska stavraðið er bygt á latínska stavraðið við nøkrum eyka bókstavum við teknum. Tað verður nýtt til at skriva føroyska málið og til stavraðan á føroyskum. C, Q, W, X, Z verða ikki nýttir, men finnast í summum lániorðum (eisini Ö, Ü, Å og Þ í nøvnum), men tó er skikkur at býta hesar stavir um við føroyskar stavir við somu frambering. The Tough Alliance. The Tough Alliance, "TTA", var ein svenskur tónleikabólkur, ein popp-duo, sum varð stovnaður av barndómsvinmonnunum Eric Berglund og Henning Fürst í Göteborg. Norrbottens län. Norrbottens län er ein sýsla í Svøríki. Í suðri hevur Norrbottens län mark við Västerbottens län. Høvuðsstaðurin er Luleå. Norrbottens län hevur umleið 249 436 íbúgvar (2013) og eina vídd við 105 205,3 km². Kronobergs län. Kronobergs län er ein sýsla í Svøríki. Í vestri hevur Kronobergs län mark við Hallands län, í suðri við Blekinge län og Skåne län, i eystri við Kalmar län og i norðri við Jönköpings län. Høvuðsstaðurin er Växjö. Kronobergs län hevur umleið 187 156 íbúgvar (2013) og eina vídd við 9 385,2 km². Keldur. * Västernorrlands län. Västernorrlands län er ein sýsla í Svøríki. Í vestri hevur Västernorrlands län mark við Jämtlands län, í suðri við Gävleborgs län og i norðri við Västerbottens län. Høvuðsstaðurin er Härnösand. Västernorrlands län hevur umleið 242 156 íbúgvar (2013) og eina vídd við 22 957,1 km². Skåne län. Skåne län er ein sýsla í Suðursvøríki. Í norðri hevur Skåne län mark við Hallands län og Kronobergs län, og í landnyrðingi við Blekinge län. Høvuðsstaðurin er Malmö. Skåne län hevur 1 274 069 íbúgvar (2013) og eina vídd við 11 302 km². Keldur. * Lund. Lund er ein býur í Lunds kommunu í Svøríki. Býurin er triðstørsti býur í Skåne län við umleið 82 800 íbúgvum í sjálvum býnum og umleið 114 061 í kommununi. Býurin fevnir um 25,75 km2 og hevur ein fólkatættleika á 3 215 pr. km2. Jesper Ganslandt. Jesper Ganslandt, føddur Per Jesper Sundberg 31. oktober 1978 í Falkenberg, er ein svenskur leikstjóri og leikrithøvundur. Lelystad. Lelystad er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum. Býurin er høvuðsbýur í landslutinum Flevoland og varð stovnaður í 1967. Lelystad er uppkallaður eftir Cornelis Lely, ið er verkfrøðingurin handan Afsluitdijk byrgingina, ið gjørdi tað møgulig at byggja býin Lelystad, ið liggur 3 metrar undir havinum. Almere. Almere er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum. Býurin hevur 196 704 íbúgvar (2014). Leeuwarden. Leeuwarden er ein býur í Niðurlondum. Býurin er høvuðsstaður í landslutinum Friesland. Kommunan Leeuwarden hevur 91.375 íbúgvar og eina vídd á 84 km². Leeuwarden er ein søguligur býur og hevur jarnbreytasamband til Groningen, Sneek, Stavoren, Zwolle, Utrecht og Harlingen, og hagani er ferjusamband til Vlieland og Terschelling. Haarlem. Haarlem er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum. Haarlem liggur við Spaarne-ánna. Býurin varð mest sannlíkt stovnaður í 900-talinum og fekk keypstaðarrættindi í 1245. Í býnum er eitt nú tað elsta almenna forngripasavnið í Niðurlondum, Teylers-savnið. Býurin er eisini kendur fyri Sankta Bavo Kirkjuna ("Sint-Bavokerk") og Frans Hals Savnið, sum er eitt savn fyri list frá tí niðurlendska gullaldrinum. Haarlem jarnbreytastøðin er tann elsti bygningurin av jarnbreytabygningum í Niðurlondum. Sunnanfyri býin liggur heimsins størsta blómupark, Keukenhof. Annað. Býarparturin Harlem í New York er uppkallaður eftir hesum niðurlendska býnum. Zwolle. Zwolle er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum. Dordrecht. Dordrecht er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum. Býurin er tann 4. størsti í landslutinum Zuid-Holland. 's-Hertogenbosch. 's-Hertogenbosch (ella Den Bosch) er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum. Býurin er høvuðsbýur í landslutinum Noord-Brabant og liggur umleið 80 kilometrar sunnan fyri høvuðsstaðin í Niðurlondum, Amsterdam. Í býnum er ein stórur katedralur, hildið verður, at hann er bygdur fyrst í 13. øld. Emmeloord. Emmeloord er ein býur í Flavoland í Niðurlondum. Býurin er fyrisitingarligur miðdepil fyri Noordoostpolder kommunu. Arnhem. Arnhem er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum og høvuðsbýur í landlutinum Gelderland. Býurin liggur ímillum Ruhr-økið og Amsterdam og Rotterdam. Áin Rhinen rennur gjøgnum býin, og verður her nevnd Nederrhin (Nederrijn). Seinna heimskríggj fór illa við býnum. Í 1944 lá býurin við frontin og Slagið við Arnhem legði tað mesta av miðbýnum í oyði. Allir íbúgvarar noyddust at flýggja úr býnum og týskarar stongdu hann av. Fólk úr býnum sluppu ikki heim aftur fyrr enn nakað eftir at kríggið varð endað. Alkmaar. Alkmaar er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum, ið liggur í landslutinum Nordholland. Býurin hevur umleið 95.076 indbyggere (1. maj 2014) og er mest kendur fyri siðbundna ostamarknaðin, ið er ein av teimum størstu í landinum, og sum ger at nógv ferðafólk koma til býin hvørt ár. Sermerkt fyri Alkmaar eru eisini tær nógvu kanalirnar og tey gomlu húsini. Býurin varð fyrstu ferð nevndur í 10. øld og fekk býarstatus í 1254. Valkenburg aan de Geul. Berg en Terblijt, Vilt, Geulhem, Houthem, Sibbe, IJzeren, Oud-Valkenburg, Schin op Geul og Walem. Vlissingen. Vlissingen er ein havnabýur og kommuna, sum liggur á hálvoynni Walcheren, í tí niðurlendska landslutinum Zeeland. Í býnum búgva 44.414 fólk (2013). Leiden. Leiden er ein býur og kommuna í landslutinum Suður Hollandi í Niðurlondum. Fólkatalið í kommununi er umleið 121.200. Saman við forstøðunum Oegstgeest, Leiderdorp, Voorschoten, Valkenburg, Rijnsburg og Katwijk er býurin Leiden eitt tætt fólkað býarøki við umleið 254.000 íbúgvum. Leiden er bygdur á Oude Rijn umleið 20 km frá Haag og 40 km frá Amsterdam. Leidens Universitet varð stovnað í 1575 og er harvið tað elsta í Niðurlondum. Hollendski listamálarin Rembrandt varð føddur í býnum í 1606 og búði har til 1624. Ede. Ede er ein býur í Niðurlondum. Fólkatalið í býnum er umleið 110.660. Býurin liggur í landslutinum Gelderland. Dokkum. Dokkum (fyrr nevndur Dockum,) er ein gamal býur í kommununi Dongeradeel í tí niðurlendska landslutinum Frísaland. Í 2006 var fólkatalið í býnum 13.145. Tann kendasta hendingin í søgu Dokkums er drápið av tí anglo-saksiska trúboðaranum Bonifatius í 754, hesin var føddur sum Winfrid ella Wynfrith í Wessex í núverandi Devon, Onglandi. Í 1652 vóru fimm stubbamyllur í Dokkum. Í dag eru tvær vindmyllur í býnum, tær eru Zeldenrust og De Hoop og vera vístar fram alment. Ein triðja mylla, De Marmeerin, stendur uttanfyri býin við Woudvaart. Assen. Assen er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum. Maastricht. Maastricht (limburgiskt: Mestreech) er ein býur og kommuna í landslutinum Limburg í Niðurlondum. Í býnum búgva 122.468 fólk (2014). Býurin liggur við áarbakkan við Maas-ánna og var stovnaður av rómverjum við ein mosa, harav eisini navnið (latin: Mosa-trajectum). Býurin liggur í ein landnyrðing av markinum til Belgia og har er toksamband til Belgia, Heerlen og Eindhoven. Í 1992 varð Maastricht-avtalan undirskrivað í býnum, tað var grundarlagið undir Evropeiska Samveldinum. Oss. Oss er ein býur og kommuna í landslutinum Noord-Brabant í Niðurlondum. Fornfrøðiligar kanningar hava víst, at menniskju hava búð í økinum har býurin Oss liggur í umleið 4000 ár. Týdningarmiklast fornfrøðiligar útgrevstir frá Oss eru tvær kongagrøvir, Vorstengraf. Býurin verður fyrstu ferð nevndur í einum brævi frá Alexander 2. páva í 1069 og fekk keypstaðarrættindi í 1399. Fótbóltsleikarin Ruud van Nistelrooy varð føddur í Oss í 1976. 1592. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini - 1590-árini - 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini Árstal: 1587 1588 1589 1590 1591 - 1592 - 1593 1594 1595 1596 1597 1593. Øldir: 15. øld - 16. øld - 17. øld Áratíggju: 1540-árini 1550-árini 1560-árini 1570-árini 1580-árini - 1590-árini - 1600-árini 1610-árini 1620-árini 1630-árini 1640-árini Árstal: 1588 1589 1590 1591 1592 - 1593 - 1594 1595 1596 1597 1598 1636. 1636 (MDCXXXII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1637. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1580-árini 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini - 1630-árini - 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini Árstal: 1632 1633 1634 1635 1636 - 1637 - 1638 1639 1640 1641 1642 1638. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1580-árini 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini - 1630-árini - 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini Árstal: 1633 1634 1635 1636 1637 - 1638 - 1639 1640 1641 1642 1643 1639. Øldir: 16. øld - 17. øld - 18. øld Áratíggju: 1580-árini 1590-árini 1600-árini 1610-árini 1620-árini - 1630-árini - 1640-árini 1650-árini 1660-árini 1670-árini 1680-árini Árstal: 1634 1635 1636 1637 1638 - 1639 - 1640 1641 1642 1643 1644 12. øld. (11. øld - 12. øld - 13. øld) 12. øld var frá 1101 til 1200 í tí gregorianska kalendaranum. Týdningarmikil fólk. * 11. øld. (10. øld - 11. øld - 12. øld) 11. øld var frá 1001 til 1100 í tí gregorianska kalendaranum. Týdningarmikil fólk. * 10. øld. (9. øld - 10. øld - 11. øld) 10. øld var frá 901 til 1000 í tí gregorianska kalendaranum. Týdningarmikil fólk. * 1460-árini. Øldir: 14. øld - 15. øld - 16. øld Áratíggju: 1410-árini 1420-árini 1430-árini 1440-árini 1450-árini - 1460-árini - 1470-árini 1480-árini 1490-árini 1500-árini 1510-árini Ár: 1460 1461 1462 1463 1464 1465 1466 1467 1468 1469 1450-árini. Øldir: 14. øld - 15. øld - 16. øld Áratíggju: 1400-árini 1410-árini 1420-árini 1430-árini 1440-árini - 1450-árini - 1460-árini 1470-árini 1480-árini 1490-árini 1500-árini Ár: 1450 1451 1452 1453 1454 1455 1456 1457 1458 1459 Pieter van den Hoogenband. Pieter Cornelis Martijn van den Hoogenband (føddur 14. mars 1978 í Maastricht) er ein niðurlendskur svimjari. Hann vann fleiri heiðursmerki á Summar-OL 2000 og Summar-OL 2004. Björn Gustafsson. Lars Björn Gustafsson (føddur 19. februar 1986 í Romelanda) er ein svenskur sjónleikari og skemtari. Johannes Vermeer. "Het Meisje met de Parel" av Johannes Vermeer Johannes Vermeer (føddur 1632 í Delft – deyður 15. desember 1675 í Delft) var ein niðurlendskur listamálari. Ranomi Kromowidjojo. Ranomi Kromowidjojo (fødd 20. august 1990 í Sauwerd) er ein niðurlendskur svimjari. Hon vann heiðursmerki á Summar-OL 2008 og Summar-OL 2012. Oh Land. Nanna Øland Fabricius, betri kend sum Oh Land (fødd 2. mai 1985 í Keypmannahavn) er ein donsk songkvinna og sangskrivari. Those Dancing Days. Those Dancing Days var ein svenskur indie pop/ rock gentutónleikabólkur, sum varð stovnaður av Linnea Jönsson, Lisa Pyk, Rebecka Rolfart, Mimmi Evrell og Cissi Efraimsson í 2005 í Nacka, sum er ein forstaður til Stockholm. 1604. 1604 (MDCIV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1608. 1608 (MDCVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum týsdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 1440-árini. Øldir: 14. øld - 15. øld - 16. øld Áratíggju: 1390-árini 1400-árini 1410-árini 1420-árini 1430-árini - 1440-árini - 1450-árini 1460-árini 1470-árini 1480-árini 1490-árini Ár: 1440 1441 1442 1443 1444 1445 1446 1447 1448 1449 1430-árini. Øldir: 14. øld - 15. øld - 16. øld Áratíggju: 1380-árini 1390-árini 1400-árini 1410-árini 1420-árini - 1430-árini - 1440-árini 1450-árini 1460-árini 1470-árini 1480-árini Ár: 1430 1431 1432 1433 1434 1435 1436 1437 1438 1439 1420-árini. Øldir: 14. øld - 15. øld - 16. øld Áratíggju: 1370-árini 1380-árini 1390-árini 1400-árini 1410-árini - 1420-árini - 1430-árini 1440-árini 1450-árini 1460-árini 1470-árini Ár: 1420 1421 1422 1423 1424 1425 1426 1427 1428 1429 1030. 1030 (MXXX) var sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Östergötlands län. Östergötlands län er ein sýsla í Svøríki. Høvuðsstaðurin í Östergötlands län er Linköping. Östergötlands län hevur 438 843 íbúgvar (2014) og eina vídd við 11 646 km². Stockholms län. Stockholms län er ein sýsla í Svøríki. Høvuðsstaðurin í Stockholms län er Stokkhólmur. Stockholms län hevur umleið 2 163 042 íbúgvar (2013) og eina vídd við 6 789 km². Air France (tónleikabólkur). Air France var ein svenskur tónleikabólkur, sum varð stovnaður av Joel Karlsson og Henrik Markstedt í Göteborg. 1320-árini. Øldir: 13. øld - 14. øld - 15. øld Áratíggju: 1270-árini 1280-árini 1290-árini 1300-árini 1310-árini - 1320-árini - 1330-árini 1340-árini 1350-árini 1360-árini 1370-árini Ár: 1320 1321 1322 1323 1324 1325 1326 1327 1328 1329 Jan Steen. Jan Havickszoon Steen (føddur 1622 í Leiden – deyður 1679 í Leiden) var ein niðurlendskur listamálari. Jan van Huysum. Jan van Huysum ella Huijsum (føddur 15. apríl 1682 í Amsterdam – deyður 8. februar 1749 í Amsterdam) var ein niðurlendskur listamálari. Dóttir hansara Francina Margaretha van Huysum var eisini listamálari. Francina Margaretha van Huysum. Francina Margaretha van Huysum ella Huijsum (fødd 1707 í Amsterdam – deyð 1789 í Amsterdam) var ein niðurlendskur listamálari. Faðir hennara Jan van Huysum var eisini listamálari. Västerbottens län. Västerbottens län er ein sýsla í Svøríki. Í norðri hevur Västerbottens län mark við Norrbottens län og í suðri við Västernorrlands län og Jämtlands län. Høvuðsstaðurin í Västerbottens län er Umeå. Västerbottens län hevur umleið 261 112 íbúgvar (2013) og eina vídd við 58 872,2 km². Keldur. * BenHan Studios. BenHan Studios er eitt films studio á Sandi, sum er stovnað í 2010, av unga skopuninginum, Benjamin Hansen. Í 2013 tók hann stig til, at fara víðari við upptøkunum, og mannaði tað upp við hjálp frá ørðum fólki kring filmsupptøkur. Í januar 2014 var Benjamin Hansen við til at gera fyrsta videolagið hjá Jens Marni Hansen, sum varð gjørt til sangin "When it’s Over", sum er av útgávuni "Anywhere You Wanna Go" hjá Jens Marna. 1616. 1616 (MDCXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum mánadegi. 9. øld. (8. øld - 9. øld - 10. øld) 9. øld var frá 801 til 900 í tí gregorianska kalendaranum. Uppfinningar. Krútið varð uppfunnið í Kina og varð í fyrstani bert brúkt til fýrverk. * 1626. 1626 (MDCXXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum hósdegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi. 1627. 1627 (MDCXXVII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi, og sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. 1628. 1628 (MDCXXVIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum leygardegi, og sambært julianska kalendaranum eitt skotár, ið byrjaði á einum týsdegi. 8. øld. (7. øld - 8. øld - 9. øld) 8. øld var frá 701 til 800 í tí gregorianska kalendaranum. Týdningarmikil fólk. * Benjamin Hansen. Benjamin Hansen (29. december, 1996) er ein ungur skopuningur, ið dagliga fæst við filmsupptøkum. Hann er eisini stovnarin av films studionum, BenHan Studios. 1330-árini. Øldir: 13. øld - 14. øld - 15. øld Áratíggju: 1280-árini 1290-árini 1300-árini 1310-árini 1320-árini - 1330-árini - 1340-árini 1350-árini 1360-árini 1370-árini 1380-árini Ár: 1330 1331 1332 1333 1334 1335 1336 1337 1338 1339 Trygvi Danielsen. Trygvi Danielsen (føddur 1991 í Havn) er ein føroyskur rithøvundur, tónleikari og leikstjóri. Hann er limur í tónleikabólkinum The Absent Silver King, sum vann tónleikakappingina Sement í 2013. Í 2013 gav hann út eitt savn við yrkingum og stuttsøgum umframt eina LP-plátu, sum hevði heitið "The Absent Silver King". Hann hevur eisini útgivið yrkingar og stuttsøgur í tíðarritunum Vencili og Varðanum. Hann hevur eisini leikstjórna filmum. Í 2018 vann hann Geytan 2017 fyri stuttfilmin "111 góðir dagar". Pólskt mál. Pólskt (pólskt: "polski, polszczyzna") er slaviskt mál. Málið verður fyrst og fremst talað í Póllandi. * 1410-árini. Øldir: 14. øld - 15. øld - 16. øld Áratíggju: 1360-árini 1370-árini 1380-árini 1390-árini 1400-árini - 1410-árini - 1420-árini 1430-árini 1440-árini 1450-árini 1460-árini Ár: 1410 1411 1412 1413 1414 1415 1416 1417 1418 1419 1340-árini. Øldir: 13. øld - 14. øld - 15. øld Áratíggju: 1290-árini 1300-árini 1310-árini 1320-árini 1330-árini - 1340-árini - 1350-árini 1360-árini 1370-árini 1380-árini 1390-árini Ár: 1340 1341 1342 1343 1344 1345 1346 1347 1348 1349 1350-árini. Øldir: 13. øld - 14. øld - 15. øld Áratíggju: 1300-árini 1310-árini 1320-árini 1330-árini 1340-árini - 1350-árini - 1360-árini 1370-árini 1380-árini 1390-árini 1400-árini Ár: 1350 1351 1352 1353 1354 1355 1356 1357 1358 1359 1400-árini. Øldir: 14. øld - 15. øld - 16. øld Áratíggju: 1350-árini 1360-árini 1370-árini 1380-árini 1390-árini - 1400-árini - 1410-árini 1420-árini 1430-árini 1440-árini 1450-árini Ár: 1400 1401 1402 1403 1404 1405 1406 1407 1408 1409 1360-árini. Øldir: 13. øld - 14. øld - 15. øld Áratíggju: 1310-árini 1320-árini 1330-árini 1340-árini 1350-árini - 1360-árini - 1370-árini 1380-árini 1390-árini 1400-árini 1410-árini Ár: 1360 1361 1362 1363 1364 1365 1366 1367 1368 1369 Slovenskt mál. Slovenskt (slovenskt: "slovenščina") er slaviskt mál. Málið verður fyrst og fremst talað í Slovenia. Sí eisini. Slovenska stavraðið * Slovakiskt mál. Útbreiðslan av tí slovakiska málinum. Slovakiskt (slovakiskt: "slovenčina") er slaviskt mál, sum verður tosað av umleið 5,2 milliónum fólkum. Eins og kekkiskt hoyrir slovakiskt til tann vesturslaviska undirbólkin. Málið verður fyrst og fremst talað í Slovakia. Stavraðið. Í slovakiska stavraðnum eru 46 bókstavir. Einki stavrað í Evropa hevur meira bókstavir. A, Á, Ä, B, C, Č, D, Ď, Dz, Dž, E, É, F, G, H, Ch, I, Í, J, K, L, Ĺ, Ľ, M, N, Ň, O, Ó, Ô, P, Q, R, Ŕ, S, Š, T, Ť, U, Ú, V, W, X, Y, Ý, Z, Ž Bulgarskt mál. Bulgarskt (bulgarskt: "български език") er slaviskt mál. Málið verður fyrst og fremst talað í Bulgaria. Flevoland. Flevoland er ein landslutur í Niðurlondum. Lelystad er høvuðsbýur og Almere er størsti býur í landslutinum. Hin 30. september 2013 var fólkatalið í landslutinum 399 825. Kommunur. Tað eru 6 kommunur í landslutinum (2018). Zeeland. Zeeland er ein landslutur í Niðurlondum. Middelburg er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Hin 30. september 2013 var fólkatalið í landslutinum 380 864. Kommunur. Tað eru 13 kommunur í landslutinum (2018). Noord-Holland. Noord-Holland, Norðurholland er ein landslutur í Niðurlondum. Haarlem er høvuðsbýur og Amsterdam er størsti býur í landslutinum. Hin 30. september 2013 var fólkatalið í landslutinum 2 737 540. Kommunur. Tað eru 48 kommunur í landslutinum (2018). Drenthe. Drenthe er ein landslutur í Niðurlondum. Assen er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Hin 30. september 2013 var fólkatalið í landslutinum 489 155. Kommunur. Tað eru 12 kommunur í landslutinum (2018). Barnaløtan. Barnaløtan er undirhald fyri børn, og fevnir um útvarp og sjónvarp. Barnaløtan verður útvarpa av Kringvarpinum. Lemmer. Lemmer er ein býur í Niðurlondum. Býurin liggur í Lemsterland kommunu í landslutinum Friesland. Fólkatalið er umleið 10.500 og er ein av kendastu býum í Friesland, tá talan er um vatnítrótt. Elisabeth Geertruida Wassenbergh. Sjálvsmynd av Elisabeth Geertruida Wassenbergh Elisabeth Geertruida Wassenbergh (fødd 1729 í Groningen – deyð 1781 í Groningen) var ein niðurlendskur listamálari. Faðir hennara Jan Abel Wassenbergh var eisini listamálari. Jan Abel Wassenbergh. Mynd av Theodorus Beckeringh (1735) Jan Abel Wassenbergh (føddur 18. januar 1689 í Groningen – deyður 1750 í Groningen) var ein niðurlendskur listamálari. Dóttir hansara Elisabeth Geertruida Wassenbergh var eisini listamálari. Violetta Villas. Violetta Villas (fødd Czesława Maria Cieślak 10. juni 1938 í Liège, deyð 5. desember 2011 í Lewin Kłodzki) var ein belgisk fødd, pólsk songkvinna, sangskrivari og filmsleikari. Villas var tann fyrsta stjørnan á Casino de Paris á Dunes Hotel & Casino í Las Vegas (1966–1971). Villas var kend fyri sína sermerktu og vøkru útsjónd og fyri síni nummar-eitt hitt. Hon spældi við í seks spælifilmum, framførdi í óteljandi musicals og upptók nærum 300 sangir á tíggju ymiskum málum: á pólskum, enskum, fronskum, týskum, italskum, latínskum, neapolitanskum, russiskum, sponskum og portugisiskum. Hon var ein djórarættinda aktivistur. Hon var ein kontroversiellur persónur orsakað av alkohol- og rúsevnismisnýtslu. Í 2011 fekk hon heiðurin "Medal for Merit to Culture – Gloria Artis". Friesland. Friesland, Frísaland er ein landslutur í Niðurlondum. Leeuwarden er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Hin 30. september 2013 var fólkatalið í landslutinum 646 401. Kommunur. Tað eru 20 kommunur í landslutinum (2018). Mata Hari. Margaretha Geertruida "M'greet" Zelle MacLeod, betri kend sum Mata Hari, (fødd 7. august 1876 í Leeuwarden, deyð 15. oktober 1917 í Vincennes) var ein niðurlendskur dansari og njósnari. Mata Hari merkir Sólareyga. Hon varð avrættað í Fraklandi í 1917. Sjóndepilin. Sjóndepilin (fyrr Føroya Blindastovnur) er ein vitanardepil við heimstaði á Íslandsvegnum í Havn, ið veitir tænastu til fólk, sum á ein ella annan hátt hava sjóntrupulleikar. Sjóndepilin er vitanardepil á sjón- og rehabiliteringsøkinum og veitir ráðgeving til fólk, ið eru blind ella eru sjónveik, til teirra avvarðandi og kunning til starvsfólk á arbeiðsplássum, barnagørðum og skúlum. Tænastur. Stovnurin er í dag skipaður í 3 sjálvstøðugar eindir: Ráðgevingin, Dagtilhaldið og Verkstaður. Ráðgevingin veitir tænastu til fólk um allar Føroyar. Áheitanir koma frá eygnalækna, avvarðandi ella sjónveikum beinleiðis. Um gjørligt koma fólk til hjálpartólaroynd á Sjóndeplinum. Eisini fara ergoterapeutarnir á heimavitjanir. Málið hjá Ráðgevingini er at veita hjálp til sjálvhjálp. Eisini skipar Ráðgevingin fyri ymiskum skeiðum fyri blindum og sjónveikum, avvarðandi og øðrum áhugaðum. Verkstaðið er ein sjálvstøðug eind á Traðabrekku. Hetta er ein vardur verkstaður, har blind og sjónveik, ið eisini eru lættari seinment hava ymiskar arbeiðsuppgávur eins og handaligar og sosialar aktivitetir. Brúkararnir eru yngri fólk, har endamálið er at menna tey til ein innihaldsríkan gerandisdag við møguleikum fyri mennandi avbjóðingum og arbeiðsuppgávum sum styrkja sjálvsálit og sjálvsvirði, so tey verða hjálpt til at taka við teimum avbjóðingum, ið gerandisdagurin býður. Zuid-Holland. Zuid-Holland, Suðurholland er ein landslutur í Niðurlondum. Den Haag er høvuðsbýur og Rotterdam er størsti býur í landslutinum. Hin 30. september 2013 var fólkatalið í landslutinum 3 572 409. Kommunur. Tað eru 60 kommunur í landslutinum (2018). Bárður Dal Christiansen. Bárður Dal Christiansen (føddur 4. apríl 1985) úr Havn, búsitandi í Keypmannahavn, er ein føroyskur listamaður. Lívsleið. Sum ein av stovnarunum av Scrub.Art, bleiv fyribrygdi “Street Art” varpað út í Føroyum. Scrub.Art er ein lítil listabólkur mannaður av Bárður Dal Christiansen og Ólavur S.T. Thorsteinsson. Sum ein av stovnarunum av Scrub.Art, bleiv fyribrygdi “Street Art” varpa út í Føroyum. Scrub.Art er ein lítil listabólkur mannaður av Bárður Dal Christiansen og Ólavur S.T. Thorsteinsson. Frá mars 2011 til desember 2012 starvaðist hann í Margarinfabrikkini í Havn, frá januar 2013 til juli 2013 starvaðist hann sum E-Concept Developer hjá Dagbladet Børsen. Í 2015 fór hann at lesa til arkitekt á Det Kongelige Danske Kunstakademi (KADK) Bárður er limur í Føroysk Myndlistafólk. Hann hevur verið við á fleiri framsýningum í Listaskálanum og Norðurlandahúsinum. Hann hevur eisini sýnt fram á Várframsýningini 2006 og 2007, Slóarblóð 2007, í Eik Banka 'Random Stuff' 2007 og á Summarframsýningini 'Kanska' í 2008. Sum partur av Scrub.Art hevur Bárður prýtt Margarinfabrikkina í 2007, sýnt fram á G-Festivalinum í 2007 og 2008, prýtt Cippo í 2007, verið við í stuðulstiltaki fyri Amnesty Føroya Deild í 2009, gjørt pallprýði til The Wall konsert í Norðurlandahúsinum og live show og stuðulstiltak fyri Ung.fo í SMS í 2009. Tey seinastu árini hevur Bárður verið á fleiri framsýningum, bæði heima og uttanlands. Myndamálið er búnað og hann arbeiður ofta við figurativt, tó meir abstrakt enn áður. Millum annað kunnu nevnast framsýninganar uMMyndan ið gjørdist ein longri røð av framsýningum ið snúðu seg um transformation ella ummyndan. 1548. 1548 (MDXLVIII) var sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum Reyni Service. Reyni Service er ein bilasøla, ið umboðar Toyota og Lexus. Reyni Service byrjaði í 1947 sum bilverkstaður og maskinverkstaður. Reyni Service hevur fingið ISO14001 viðurkenning og harafturat eisini umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni. Fyritøkan stuðlar føroyskum ítróttarfeløgum. Eitt nú var Reyni Service høvuðsstuðul hjá kvinnuliðnum hjá B36 í fótbólti í 2016. Byrjanin. Virksemið hjá fyritøkuni byrjaði í 1947 niðri í Rættará. Bygningurin var í trimum hæddum, har hvør hædd var um 60 fermetrar til støddar. Niðasta hæddin var bilverkstaður, mittasta hæddin maskinverkstaður, meðan ovasta hæddin var íbúð hjá Sigird av Reyni við familju, stovnara av fyritøkuni. Umboð uppá Morris. Sigird, sum var elektrikari, arbeiddi í Danmark undir seinna heimsbardaga. Av tí at hugurin eisini lá til bilar, eydnaðist honum eftir samráðingar við DOMI at fáa umboðið uppá ensku Morris-bilarnar í Føroyum. Sigird bilasøluna um hendi. Fyrstu árini var Sigird sjálvur leiðari av øllum virkseminum, men av tí at hann eisini gjørdi el-installatiónir, valdi hann at lata Frits Jensen og Sverra Djurhuus taka sær av verkstaðnum. Sjálvur tók hann sær av bilasøluni og goymsluni. Fyrsta buglu- og lakkverkstaðið í landinum. Fyritøkan í Rættará hevði ein serligan fyrimun fram um aðrar við tað, at Frits Jensen, eisini róptur Bugli Jensen, var tann einasti í Føroyum tá í tíðini við útbúgving innan buglur og lakkering. Verkstaðið verður yvirtikið. Í 1969 yvirtók Eivind av Reyni verkstaðin í Rættará. Eivind var avlærdur hjá Frits Jensen, sum byrjaði virsemið í Gundadali fyrst í 60'unum, har Effo-støðin er í dag. Nýtt partafelag. Fyrst í 1973 stovnaðu Sigird, Eivind og Jóann av Reyni partafelagið P/F Reyni Service. Eivind gjørdist stjóri í nýstovnaða felagnum. Flutt verður í nýggj hølir. Sum bilavirksemið mentist og meiri ferð kom á bilasøluna í 70'árunum, vóru tankar frammi um at finna annað hóskandi øki til fyritøkuna. Tað eydnaðist fyritøkuni at fáa eitt øki uppi í Hoyvík í 1976, og kundi Reyni Service flyta í nýggj hølir tann 6. mai 1978. Hetta var ein sera stór broyting frá tí, sum var frammanundan, samstundis sum nýggir møguleikar góvu seg til kennar undir nógv víðkaðu karmunum. Frá Morris til Toyota. Reyni Service, sum framvegis seldi ensku bilarnir Morris, fann útav, at hesir bilar ikki longur høvdu somu dygd sum í 50- og 60'unum. Tað hevði við sær, at leitað varð eftir øðrum møguleikum á marknaðinum. Rósing Rasmussen í Runavík, sum hevði selt Toyota síðan miðskeiðis í 60'unum, hevði um sama mundið avgjørt at gevast við sínum virksemi. Nýggj og nútímans hølir vóru viðvirkandi til, at Reyni Service hevði fyrimunin fram um aðrar umsøkjarar at fáa umboðið í Føroyum frá Toyota Danmark. Reyni Service fekk fyrstu sendingina av Toyota-bilum í mai mánað 1980. Toyota mest seldi bilur í Føroyum. Toyota var mest seldi bilur í Føroyum fyrstu ferð í 1986, og hevur Toyota verið mest selda bilmerkið 16 ferðir seinastu 18 árini. Útbygging. Tíggju ár eftir at flutt varð niðan til Hoyvíkar, varð virksemið aftur økt so nógv, at støða varð tikin til at byggja ein stóran bygning, umleið 2000 fermetrar tvørturum aftanvers á økinum. Hesin bygningur bleiv tikin í nýtslu 6. mai 1989. Bygningurin gav aftur nýggjar møguleikar, so sum Tidy Car og bilframsýning í ovaru hæddini, meðan plátu- og lakkverkstaðurin kundi húsast í niðaru hæddini. Truplar tíðir. Útbyggingin í 1989 var eitt stórt tak og ein stór íløga hjá Reyni Service, og hevði fyritøkan neyvan farið undir hesa stóru ætlan, vitandi um ta svárastu kreppu nakrantíð, sum lúrdi stutt eftir at flutt varð í nýggju hølini. Tað var ein tíð, sum gjørdi, at bæði familja og starvsfelagir komu at merkja týdningin av at standa saman, og veruliga stríðast fyri at halda skútuni omaná, tá ið harðast leikaði á. Eivind er eisini teimum sera takksamur, sum gjørdu tað møguligt at finna loysnir, so virksemið ikki fór fyri bakka. Reyni Service í dag. Í dag starvast umleið 50 fólk á Reyni Service. Av teimum starvast fýra á deildini í Klaksvík, sum Reyni Service yvirtók í 2001, eftir at Hans Berg Hammer hevði havt sølu og tænastu fyri Reyni Service síðani 1989. Gongdin síðani kreppuna hevur verið mennandi og góð fyri fyritøkuna, sum í dag fegnast um støðugt virksemi bæði í Havn og í Klaksvík. Rúsdrekkasøla Landsins. Rúsdrekkasøla Landsins ella Rúsan, er føroyska einkasølan fyri rúsdrekkasølu, sum fylgir sama leisti sum hinar norðurlendsku einkasølurnar Vinmonopolet, Systembolaget og Alko. Virkið varð stovnað í 1992, eftir at nýggj rúsdrekkalóg var samtykt, sum loyvdi rúsdrekkasølu í Føroyum. Virkið hevur handlar í Tórshavn, Norðskála, Saltangará, Klaksvík, Miðvágur, Sandur, Øravíkarlíð og Vestmanna. 1991. Ásannandi at tíðin var komin til at fáa skipaði virðurskifti innan rúsdrekkasølu, legði landsstýrið í apríl 1991 uppskot fram, um nýggja rúsdrekkalóg. Stívliga eitt ár eftir, varð lógin samtykt av løgtinginum. 1992. Nýggja rúsdrekkalógin, løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992, um innflutning og sølu av rúsdrekka, hevur eina endamálsgrein, sum miðar ímoti at avmarka rúsdrekkanýtlsuna og minka um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið. Stovnsetan av Rúsdrekkasølu Landsins, sum hevur einkarætt til innflutning og sølu av rúsdrekka Loyvi til útskeinkjan av rúsdrekka til hotel- og matstovuvirksemi Lækkan av aldursmarkinum úr 20 niður í 18 ár Í lógini var eisini ásett, at eitt rakstraravlop, heilt ella partvíst, skuldi nýtast til fígging av upplýsandi virksemi, um skaðarnar við nýtslu av rúsdrekka og til viðgerð av rúsdrekkamisnýtarum. Lógin varð stigvíst sett í verk í 1992. Á sumri 1992 varð stjóri, Dagmar S. Joensen, sett at taka sær av at seta Rúsdrekkasølu Landsins á stovn. Fyrstu skeinkiloyvini vórðu givin í juni, innflutningur og smásøla byrjaði 2. november 1992, sum eisini er dagurin vit halda føðingardag. At skapa fortreytir fyri einari broyttari og harav minkandi nýtslu At fylgja neyvt við og upplýsa um gongdina í nýtsluni At veita eina tænastu við breiðum, fjølbroyttum og tíðarhóskandi úrvali og vøruupplýsing, so kundin hevur ein møguleika at meta um útboðið At verða við í upplýsandi tiltøkum Fyrsta harudag, 2. november í 1992, læt fyrsta sølubúðin upp, við Hoyvíksvegin 51, í Tórshavn og 15. desember 1992 í Bøgøtu 38, í Klaksvík 1993. Í 1993 lótu fýra nýggjar sølubúðir upp 21. juni á Drelnesi í Suðuroy 24. juni á Mølini í Skálavík 5. juli í Heiðunum í Miðvági Frá byrjan var øll søla yvir disk, tó undantikið í Saltangará, har man sum eina roynd hevði sjálvtøkubúð. So við og við vórðu allar sølubúðirnar broyttar til sjálvtøkubúðir, og í dag eru allar deildir sjálvtøkubúðir. 1999. Í 1999 varð høvuðsgoymslan á Hoyvíksvegnum flutt niðan á Sandvíkarhjalla, har hon húsast enn í dag. 2007. Deildin í Saltangará flutti í nýggj høli á Heiðavegi. 2009. 3. september 2009 læt Rúsdrekkasøla Landsins upp handil í Miðlon við Hoyvíksvegin í Havn. Orsøkin var, at bygningurin á Hoyvíksvegi 51 var so fongdur við soppavøkstri, at Arbeiðseftirlitið gav Rúsdrekkasøluni boð um at gevast við øllum virksemi í bygninginum. Goymslan til handilin og fløskumóttøkan varð flutt í Grónbygingin á Staravegi. 2010. Kunngerð Nr. 19, um Skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins, varð broytt soleiðis, at møguligt varð hjá Rúsdrekkasøluni at hava opið leygardagar. Fyrsti leygardagurin har møguligt varð at keypa í sølubúðum hjá Rúsdrekkasøluni var leygardagin tann 8. mai 2010. The Lion King. "The Lion King" ("Ljónakongurin"; danskt heiti: "Løvernes Konge") er ein amerikanskur teknifilmur frá 1994, framleiddur av Walt Disney Feature Animation og frumsýndur hin 15. juni 1994 í Amerika og 18. november 1994 í Danmark. Filmurin er hin 32. í røðini av teimum klassisku Disney teknifilmunum. Søgugongd. Filmurin snýr seg um ein leyvuunga í Afrika, Simba, sum má ígjøgnum ymiskar forðingar, fyri at enda at taka við trónuni eftir pápa sínum sum leyvanna kongur. Candy Crush Saga. Candy Crush Saga er eitt gátu video spæl, útgivið av King tann 12. apríl 2012 til facebook og 14. november til snildfon. Í mars 2013 var tað tað mesta spælda spæli á facebook, sum fyrr var farmville, við í miðal 46 mió. brúkarüm. Í november 2012 hevði Candy Cruss yvir 10. mió. niðurtøkur. Ta¨ er tað spæliólkur á Apple App store við størstu øking í niðurtøkum nakrantíð, innan fyri avmarkaða tíð. Alblasserdam. Alblasserdam er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum og liggur í landslutinum Zuid-Holland. Ein partur av lítlu bygdini Kinderdijk, ið hevur tað størsta tali av vindmyllum í Niðurlondum, liggur í kommuni. Søga. Býurin Alblasserdam varð fyrstu ferð nevndur í Melis Stoke krønikunum í 1299, kommunan varð tó ikki stovnað fyrr enn í 1447. Áðrenn tað var býurin partur av Oud-Alblas. Miklagarður (handil). Miklagarður er ein matøvøruhandil sum liggur í SMS. Miklagarður er størsti matvøruhandilin í Føroyum við sínum 2.400 fermetrum. P/F SMS. P/F SMS er ein fyritøka, ið eigur SMS sølumiðstøðina, Bónus, og ymiskar handlar í SMS sølumiðstøðina 1220-árini. Øldir: 12. øld - 13. øld - 14. øld Áratíggju: 1170-árini 1180-árini 1190-árini 1200-árini 1210-árini - 1220-árini - 1230-árini 1240-árini 1250-árini 1260-árini 1270-árini Ár: 1220 1221 1222 1223 1224 1225 1226 1227 1228 1229 1120-árini. Øldir: 11. øld - 12. øld - 13. øld Áratíggju: 1070-árini 1080-árini 1090-árini 1100-árini 1110-árini - 1120-árini - 1130-árini 1140-árini 1150-árini 1160-árini 1170-árini Ár: 1120 1121 1122 1123 1124 1125 1126 1127 1128 1129 1020-árini. Øldir: 10. øld - 11. øld - 12. øld Áratíggju: 970-árini 980-árini 990-árini 1000-árini 1010-árini - 1020-árini - 1030-árini 1040-árini 1050-árini 1060-árini 1070-árini Ár: 1020 1021 1022 1023 1024 1025 1026 1027 1028 1029 1030-árini. Øldir: 10. øld - 11. øld - 12. øld Áratíggju: 980-árini 990-árini 1000-árini 1010-árini 1020-árini - 1030-árini - 1040-árini 1050-árini 1060-árini 1070-árini 1080-árini Ár: 1030 1031 1032 1033 1034 1035 1036 1037 1038 1039 1010-árini. Øldir: 10. øld - 11. øld - 12. øld Áratíggju: 960-árini 970-árini 980-árini 990-árini 1000-árini - 1010-árini - 1020-árini 1030-árini 1040-árini 1050-árini 1060-árini Ár: 1010 1011 1012 1013 1014 1015 1016 1017 1018 1019 Kieron Williamson. Kieron Williamson, føddur 4. august 2002, er ein ungur enskur listamálari. Overijssel. Overijssel er ein landslutur í Niðurlondum. Zwolle er høvuðsbýur og Enschede er størsti býur í landslutinum. Hin 30. september 2013 var fólkatalið í landslutinum 1 139 462. Kommunur. Tað eru 25 kommunur í landslutinum (2018). 1370-árini. Øldir: 13. øld - 14. øld - 15. øld Áratíggju: 1320-árini 1330-árini 1340-árini 1350-árini 1360-árini - 1370-árini - 1380-árini 1390-árini 1400-árini 1410-árini 1420-árini Ár: 1370 1371 1372 1373 1374 1375 1376 1377 1378 1379 1380-árini. Øldir: 13. øld - 14. øld - 15. øld Áratíggju: 1330-árini 1340-árini 1350-árini 1360-árini 1370-árini - 1380-árini - 1390-árini 1400-árini 1410-árini 1420-árini1430-árini Ár: 1380 1381 1382 1383 1384 1385 1386 1387 1388 1389 1390-árini. Øldir: 13. øld - 14. øld - 15. øld Áratíggju: 1340-árini 1350-árini 1360-árini 1370-árini 1380-árini - 1390-árini - 1400-árini 1410-árini 1420-árini1430-árini 1440-árini Ár: 1390 1391 1392 1393 1394 1395 1396 1397 1398 1399 1310-árini. Øldir: 13. øld - 14. øld - 15. øld Áratíggju: 1260-árini 1270-árini 1280-árini 1290-árini 1300-árini - 1310-árini - 1320-árini 1330-árini 1340-árini 1350-árini 1360-árini Ár: 1310 1311 1312 1313 1314 1315 1316 1317 1318 1319 1350. 1350 (MCCCL) var sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1300-árini. Øldir: 13. øld - 14. øld - 15. øld Áratíggju: 1250-árini 1260-árini 1270-árini 1280-árini 1290-árini - 1300-árini - 1310-árini 1320-árini 1330-árini 1340-árini 1350-árini Ár: 1300 1301 1302 1303 1304 1305 1306 1307 1308 1309 1420. 1420 (MCDXX) var sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum Sara Troost. Sara Troost ella Sara Ploos van Amstel (fødd 1732 í Amsterdam – deyð 1803 í Amsterdam) var ein niðurlendskur listamálari. Faðir hennara Cornelis Troost var eisini listamálari. Henriëtte Ronner-Knip. Henriëtte Ronner-Knip (fødd 31. mai 1821 í Amsterdam – deyð 2. mars 1909 í Elsene) var ein niðurlendskur listamálari. Faðir hennara Josephus Augustus Knip var eisini listamálari. Olga Boznańska. Olga Boznańska (fødd 15. apríl 1865 í Kraków – deyð 26. oktober 1940 í Paris) var ein pólskur listamálari. David Černý. David Černý (føddur 15. desember 1967 í Prag) er ein kekkiskur myndahøggari. Marcel Duchamp. Marcel Duchamp (føddur 28. juli 1887 í Blainville-Crevon - 2. oktober 1968 í Neuilly-sur-Seine) var ein franskur listamaður, myndahøggari og listamálari. Brongl. Brongl var ein føroyskur tónleikabólkur í 1980'unum, sum spældi alternativan, progressivan rock. Ein av tónleikarunum í Brongl var Jóhannus á Rógvu Joensen. Bólkurin framførdi ofta í Perluni, sum var eitt jazz-tónleikastað í Havn tá. Húsið er ikki til longur, tað var í Vágsbotni, nærindis Sjómansheimið og Havnar kirkju. Nicodemussangbólkurin. Nicodemussangbólkurin var ein føroyskur tónleikabólkur í 1970'unum og 80'unum, sum spældi andaligan tónleik í nýmótans sniði. Tveir av forsangarunum vóru Kári Svensson og M.C. Restorff. M.C. Restorff var tann sum skrivað tað mesta av tilfarinum, bæði tekstir og løg. Nicodemussangbólkurin var umrøddur í sjónvarpssendingini "Minnist tú enn" hjá Kringvarpi Føroya um føroyskan tónleik, og samrøða var gjørd við M.C. Restorff. Glataðu spælimenninir (tónleikabólkur). Glataðu spælimenninir var ein føroyskur tónleikabólkur, sum var mest virkin í 1980-árunum. Bólkurin gav út eina lp-plátu í 1982 við heitinum Gluggamynd, talan er um vísu og fólkatónleik. Tvey systkin úr Vági, Palli og Jacobina Hansen, sungu sangirnir, Palli hevði skrivað tað mesta av tilfarinum, tó hevði skaldið Jóanes Nielsen skrivað yrkingina "Til Boga og allar nýføðingar í verðini", sum var fyrsti sangur á plátuni. Hans Jacob W. Hjelm. Hans Jacob W. Hjelm í 2012 Hans Jacob Winther Hjelm er ein føroyskur sangari, tónasmiðjur og húsamálari. Hann var í læru sum húsamálari hjá Erhard Joensen í Vági og var avlærdur í 1999. Hann er úr Vági og býr eisini har. Fyrsta tónleikaútgáva hansara í egnum navni kom út á ólavsøku 2015, harafturat hevur hann givið út fleiri stakløg til Kringvarp Føroya og so eru fleiri av teimum eisini at finna á Youtube. Hans Jacob syngur á føroyskum, nakrir sangir eru týddir úr norskum ella øðrum málum, eitt nú sangurin "Gulbrúnu eygu". Hann hevur eisini samstarvað við skaldið Niels Petur Nolsøe úr Vági, sum hevur yrkt fleiri sangir, sum Hans Jacob hevur gjørt lag til og syngur, til dømis "Smyrlasangurin", sum varð yrktur fyri at heiðra manningini á 6-mannafarinum Smyril hjá Vágs Kappróðrarfelag og "Heimbygd mín". Vágbingar syngja ofta "Heimbygd mín", tá ein veitsla er komin at enda, og tá seinasta versið verður syngið er vanligt at øll reisast. Hans Jacob hevur spælt við fleiri ymiskum orkestrum og er í løtuni virkin í orkestrinum, Trio, saman við Jens Johannesen og Rene Jespersen og "Hans Jacob Hjelm og vinmenn", teir framførdu eitt nú í Høllini á Hálsi sama kvøld um norski dansibandsbólkurin Vagabond í 2013. Í 1991 var hann við til at útgeva eitt kasettuband við tónleikabólkinum Section úr Vági. Nakrir av limunum í bólkinum vóru: Hans Jacob Hjelm, sang, Rúni í Lágabø, tangentar, Knút Nielsen, ljóðmaður, Árni Joensen, guitar, Jógvan Elias Thomsen, bassguitar, Jógvan Joensen, sologuitar, Tønnes Mikkelsen, rútmuguitar og Sámal Samuelsen, trummur. Í september 1991 luttók bólkurin á maraton-konsert í badmintonhøllini í Gundadali í Havn. Section varð kosin besti bólkur á konsertini av dómsnevndini, ið var Terji Rasmussen og Bartal úr Arsenik, og fekk handað eitt gávubræv á 5000 krónur. Funkies. Funkies var ein føroyskur rock tónleikabólkur úr Havn í 1980-árunum. Forsangarin í bólkinum var Óla Hans Andreasen, sum eisini skrivaði løgini og spældi guitar. Dreingirnir í Funkies vóru vinmenn og høvdu spælt saman frá tí at teir vóru um 10 ára aldur og gingu á Venjingarskúlanum. Hinir vóru m.a. Hans Andreas, Terji Rasmussen og Sámal Petersen. Suni Merkisstein tosaði við Óla Hans og við Terja í sendingini "Minnist tú enn", sum varð víst í Kringvarpinum í 2013. Tá segði Óla Hans, at hann sum 10 ára gamal hevði hoyrt Dire Straits fyri fyrstu ferð, og hevði avgjørt at hatta vildi hann læra seg at spæla. Teir í Funkies byrjaðu at spæla til dans longu sum 13 ára gamlir, teir spældu fyrstu ferð til dans í Virkinum á Sandi í november 1979, síðan spældu teir næstan hvørt vikuskifti ymsastaðni. Páll Arge, sum tá átti og rak Plátubarrina, bjóðaði sær til at geva út eitt staklag við Funkies. Tveir sangir, sum Óla Hans hevði skrivað, vóru tiknir upp í upptøkuhølinum hjá Milson Andreasen, og á heysti 1981 kom stakplátan út. Teir góvu út seinnu stakplátuna í 1983, tá var nýggjur limur komin í bólkin, Magnus Johannesen, ljómborðsspælari. Terji Rasmussen er seinni kendur frá Frændum, Terji og Føstufressar og øðrum. Óla Hans Andreasen flutti sum ungur til Danmarkar at búgva og gavst við at vera virkin tónleikari. Hin 11. oktober 2016 andaðist hann bert 50 ára gamal. Hann var beiggi Lindu Andrews, sum vann donsku sangtalentkappingina X-Factor og faðir Hans Edward Andreasen, ið var forsangari í The Dreams. Egon Schiele. Egon Schiele (12. juni 1890 - 31. oktober 1918) var ein eysturríkskur listamálari. Anne-Cathrine Riebnitzsky. Anne-Cathrine Riebnitzsky (fødd 1974 í Svendborg) er en danskur rithøvundur. Anne-Cathrine Riebnitzsky hevur nomið sær útbúgving á Forfatterskolen í 1998, og fór síðan í donsku verjuna, har hon varð útbúgvin sum máloffiserur. Í 2007 varð hon í útlegd í Afghanistan. Tað eru upplivingar í Afghanistan, ið hava givið íblástur til skaldskapin hjá Anne-Cathrine Riebnitzsky. Í 2014 móttók hon donsku heiðurslønina De Gyldne Laurbær 2013 fyri skaldsøguna "Forbandede yngel". Áðrenn tað hevur hon útgivið ævisøguna "Kvindernes krig" og skaldsøguna "Den stjålne vej". Leif Panduro. Leif Thormod Panduro (føddur 18. apríl 1923 á Frederiksberg, deyður 16. januar 1977 í Asserbo) var ein av best umtóktu donsku rithøvundum og dramatikarum miðskeiðis í 20. øld. George Hendrik Breitner. George Hendrik Breitner (føddur 12. september 1857 í Rotterdam, deyður 5. juni 1923 í Amsterdam) var ein niðurlendskur listamálari og fotografur. Gustav Klimt. Gustav Klimt (føddur 14. juli 1862 í Baumgarten, deyður 6. februar 1918 í Wien) var ein eysturríkskur listamaður og listamálari. Brigitta Boccoli. Brigitta Boccoli (fødd 5. mai 1972 í Róm) er sjónleikari úr Italia. Hon er systir Benedikta Boccoli, sum eisini er sjónleikari. Hon er gift við sirkusartistinum Stefano Nones Orfei, tey hava eitt barn saman, sonin Manfredi. John Stezaker. John Stezaker, føddur 1949, er ein enskur listamaður. Piet Mondrian. Piet Mondrian (føddur 7. mars 1872 í Amersfoort, deyður 1. februar 1944 í New York) var ein niðurlendskur listamálari. Kim Leine. Kim Leine Rasmussen (28. august 1961 í Bø í Telemarkini, Noreg) er ein dansk-norskur skaldsøgurithøvundur. Hann varð føddur í Noregi, og flutti til Danmarkar at búgva sum 17-ára gamal. Hann nam sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur. Síðan flutti hann til Grønlands, har hann búði í 15 ár. Í 2004 vendi hann aftur til Danmark har hann útgav fyrstu skaldsøgu sína «Kalak» í 2007. Hann fekk donsku bókmentaheiðurslønina De Gyldne Laurbær, fyri skalsøgu sína um tann norskfødda trúboðaran Morten Falck í Grønlandi, um hansara møti við tann karismatiska prædikumannin Habakuk og konu hansara Mariu Magdalenu. 30. oktober 2013 fekk hann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna "Profeterne i Evighedsfjorden". Bøkur hansara eru týddar til norskt, svenskt, íslendskt, finskt, týskt, hollanskt, franskt, ungarskt, rumenskt, spanskt, italienskt og engskt. Hanne-Vibeke Holst. Hanne-Vibeke Holst (fødd 21. februar 1959 í Hjørring) er ein danskur rithøvundur, hon er útbúgvin journalistur, og arbeiddi á "Berlingske Tidende" og "Søndags B.T." Hon fekk donsku bókmentaheiðurslønina Boghandlernes gyldne Laurbær í 2009 fyri "Dronningeofret". Sama árið móttók hon eisini "Danners ærespris", tí at hon í skaldsøgu síni "Kongemordet" hevur givið sítt íkast til at bróta tøgnina um harskapi móti kvinnum. Hanne-Vibeke Holst er elsta dóttirin hjá rithøvundarhjúnunum Knud Holst og Kirsten Holst. Hon varð fødd í Hjørring og vaks upp í Løkken. Í 1977 fekk hon studentsprógv frá Brønderslev Gymnasium, og stutta tíð seinni slapp hon inn á Danmarks Journalisthøjskole, hagani hon fekk prógv í 1984. Síðan starvaðist hon á ávikavist Berlingske Tidende og Søndags B.T., til hon frá 1987 fór at arbeiða sum freelance-journalistur og klummuskribentur. Hon hevur eitt nú verið skribentur fyri Alt for Damerne, Politiken og hevur skrivað fleiri bøkur og tilfar til sjónvarp og sjónleikarhús. Hanne-Vibeke Holst hevur fyrr verið gift við Laurs Nørlund, aðalstjóra, men er nú gift við filmsmyndamanninum Morten Bruus. Hon eigur trý børn. Helle Helle. Helle Helle (fødd 14. desember 1965 í Nakskov) (Hon býr nú í bygdini Lynge sunnanfyri Sorø), doypt Helle Olsen er ein danskur rithøvundur. Helle Helle útgav sína fyrstu stuttsøgu í 1987 undir navninum Helle Krogh Hansen, stuttsøgan nevndist "Et blommetræ" og varð útgivin í Dagbladet Information. Seinni valdi hon at nýta eftirnavnið hjá langommu síni "Helle", og tað var undir tí navninum hon útgav sína fyrstu skaldsøgu "Eksempler på liv", sum kom út í 1993. Helle er exam.art. í bókmentafrøði frá Københavns Universitet og er útbúgvin á Forfatterskolen. Helle hevur móttikið trý-ára ársløn frá Statens Kunstfond. Bøkur hennara eru týdda til norskt, svenskt, estiskt, niðurlendskt, týskt og tjekkiskt. Í 2003 móttók hon Beatrice Prisen. Í 2012 fekk hon Boghandlernes gyldne Laurbær fyri skaldsøguna "Dette burde skrives i nutid". Peter Høeg. Peter Høeg (føddur 17. mai 1957 í Keypmannahavn) er ein danskur rithøvundur, sum gjørdist heimskendur fyri skaldsøgu sína "Frøken Smillas fornemmelse for sne" (1992). Carsten Jensen. Carsten Jensen (føddur 24. juli 1952 í Marstal á Ærø) er mag.art. í bókmentafrøði, rithøvundur og kjakari. Carsten Jensen varð útbúgvin mag.art. í bókmentafrøði í 1981 frá Københavns Universitet, og gjørdist í 1980'unum eitt kent navn av tí at hann skrivaði samfelagskritiskar essays og greinar í Politiken. Harumframt hevur hann verið knýttur at Dagbladet Information, Aktuelt, Ekstra Bladet og Morgenavisen Jyllands-Posten. Frá 1985-1990 var hann blaðstjóri á tíðarritinum Fredag. Í 1997 fekk Carsten Jensen De Gyldne Laurbær fyri ferðafrásøgnina "Jeg har set verden begynde", sum hann útgav í 1996. Í 2001 gjørdist hann adjungeraður professari í mentanargreining við Det Humanistiske Fakultet, Syddansk Universitet, og tíðarskeiðið 2000-2003 var hann limur í Det Kulturelle Vismandsråd. Shirley Temple. Shirley Temple í "The Little Princess" Shirley Temple (fødd 23. apríl 1928 í Los Angeles, deyð 10. februar 2014 í San Francisco), seinni kend sum Shirley Temple Black, var ein amerikonsk sjónleikarinna, songkvinna, dansari og fyrrverandi umboðsmaður (ambassadørur) fyri Gana og Kekkoslovakia. Hon verður av mongum mett at vera kendasti barnasjónleikarin í søguni. Temple varð fødd í Santa Monica í Los Angeles, Kalifornia. Hon varð fødd 23. apríl í 1928 og longu í 1932 var hon við í sínum fyrsta filmi. Tvey ár seinni var hon sum seks ára gomul við í sangleikinum ”Bright Eyes,” ið varð gjørdur beinleiðis til hana at spæla. Ein av fyrstu leiklutum hennara var í sangleikinum frá 1934, sum hon eisini vann eina Oscarvirðisløn fyri. Hon hevur spælt við í eini røð av filmum í 1930-árunum, og var ein av størstu stjørnunum tá í tíðini. Hon gavst við filmskarrieruni, tá hon var fyrst í 20'unum. Seinni spældi hon onkran leiklut í sjónvarpi, men tað eydnaðist ikki serliga væl. Sum hon bleiv eldri, minkaði undirtøkan fyri henni. Í 1949 spældi hon sín seinasta film, og í desember 1950 boðaði hon frá, at hon ikki fór at spæla fleiri filmar. Í 1969 umboðaði hon USA í ST, og seinni bleiv hon amerikonsk sendikvinna í Gana (1974-76) og Kekkoslovakia (1989-92). Tá Temple var 16 ára gomul, giftist hon John Agar, sjónleikara, sum hon fekk eina dóttir við. Tey vóru seinni skild, og í 1950 giftist hon handilsmanninum Charles Alden Black, sum hon fekk tvey børn við. Seinni fekk hon sína egnu sjónvarpssending, og hon royndi seg eisini í politikki. Hon gjørdist politiskt virkin og gjørdist limur í Republikanska flokkinum. Í 1967 var hon uppstillað til valið til kongressina, men bleiv ikki vald. Í staðin fekk hon fleiri diplomatuppgávur, og luttók eitt nú í fleiri altjóða ráðstevnum og fundum sum tann útsendi hjá USA. Í 1976 gjørdist hon eisini "chief of Protocol" hjá USA og hevði í hesum starvi ábyrgdina fyri øllum hátíðarhaldum hjá USA, útlendskum gestum, gávum til gestir hjá forsetanum, og skuldi fylgjast við forsetanum á uttanlandsferðum hansara. Temple var eisini nevndarlimur í fleiri stórum fyritøkum, eitt nú Disney og Del Monte. Í 1998 fekk hon heiðurin Kennedy Center Honors. Scarlett Johansson. Scarlett Johansson (fødd 22. november 1984 í New York) er ein amerikonsk sjónleikarinna, songkvinna og modell. Hon var gift við Ryan Reynolds. Carolina Klüft. Carolina Evelyn Klüft (fødd 2. februar 1983 í Sandhult) er ein svensk ítróttakvinna, sum íðkar frælsan ítrótt, hon hevur serliga fingið góð úrslit innan sjeykamp. Hon vann eitt gull heiðursmerki á Summar-OL 2004. Trond Fausa Aurvåg. Trond Fausa Aurvåg (føddur 2. desember 1972 í Fetsund) er ein norskur sjónleikari og filmsleikstjóri. Fallulah. Maria Christina Apetri, betri kend sum Fallulah (fødd 6. februar 1985 í Tårnby) er ein donsk-rumensk songkvinna og sangskrivari. Thomas Holm. Thomas Holm (føddur 1978) er ein danskur sangari og sangskrivari. Agnes Obel. Agnes Caroline Thaarup Obel (fødd 28. oktober 1980 í Gentofte) er ein donsk songkvinna og sangskrivari. Ida Corr. Ida Corr (fødd 14. mars 1977 í Aarhus) er ein donsk-gambiansk songkvinna og sangskrivari. Sum 11-ára gomul vann hon tað fyrsta barna-Melodi Grand Prix kappingina við orkestrinum Årgang '77, og sum 16-ára gomul framførdi hon við orkestri sínum á Skanderborg Festival frammanfyri 18.000 fólkum, sum upphiting fyri The Sandmen. Í fleiri ár sang hon kór fyri Gnags, Sanne Salomonsen og onnur stór donsk nøvn, áðrenn hon í 2005 útgav sítt fyrsta soloalbum "Streetdiva". Í 2007 fekk hon eitt altjóða hitt við staklagnum "Let Me Think About It", ið varð remiksað av house-dj'num Fedde le Grand og gjørdist #1 á dance-hittlistunum í Stórabretlandi og USA. Ida var ein av dómarunum í 6. umfari av sjónvarpssendingini X Factor, har ein av hennara solistum, Kresten, vann kappingina. Twiggy. Lesley Lawson, betri kend sum Twiggy (fødd Lesley Hornby 19. september 1949 í London) er ein ensk modell, sjónleikarinna og songkvinna. Hon var ein av teimum kendastu modellunum í 1960-árunum. Stóru eygu hennara og tað at hon líktist einum drongi, gjørdi hana til ímyndina av fotomodellum fyri tað tíðina. Hon var gift við tí amerikanska sjónleikaranum Michael Witney 1978-83, ið doyði av hjartastøðgi. Saman fingu tey dóttrina Carly. Í 1988 giftist hon enska sjónleikaranum Leigh Lawson, og eitur í dag Lesley Hornby Lawson. Eftir fotomodellkarrieruna í 1960'unum hevur hon arbeitt sum sjónleikari á filmi og á leikpallum. Hon spældi m.a. í filminum "The Blues Brothers". Harafturat hevur hon luttikið í sjónvarpssendingini America's Next Top Model sum dómari, har hon avloysti Janice Dickinson. Noonie Bao. Jonnali Mikaela Parmenius, betri kend sum Noonie Bao (fødd 9. august 1987 í Stokkhólmi) er ein svensk songkvinna og sangskrivari. Tá ið hon var 18-ára gomul varð hon knýtt at einum forlagi sum sangskrivari og síðan hevur hon skrivað sangir fyri eitt nú Avicii, Charli XCX, Don Diablo, Clean Bandit, Tove Styrke og Adiam Dymott. 31. oktober 2012 útgav hon sítt egna debutalbum "I am Noonie Bao" á egnum plátufelag, við lisensi til Hybris. Á Grammisgalan 2013 varð hon tilnevnd í bólkinum "Ársin nýggja navn". Sama ár var hon ein av gestunum í sjónvarpssendingini Moraeus med mera. Noonie Bao var ein av sangskrivarunum handan sangin hjá Avicii, ið var nummar eitt í Onglandi, "I Could Be the One" har hon sjálv sang. Jonna Lee. Jonna Emily Lee (fødd Jonna Emily Lee Nilsson 3. oktober 1981 í Linköping) er ein svensk songkvinna og sangskrivari. Bjärred. Bjärred er ein býur í Lomma kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 9 542 í 2010. Býurin fevnir um 4,79 km2 og hevur ein fólkatættleika á 1 992/km2. Konstancin-Jeziorna. Konstancin-Jeziorna er ein býur í Póllandi. Fólkatalið var 17 566 í 2011. Býurin fevnir um 17,74 km2 og hevur ein fólkatættleika á 944 /km2. Býurin liggur umleið 20 km sunnan fyri Warsawa og er ein partur av stórbýarøkinum av tí býnum. Býurin varð stovnaður í 1969 við einari samanlegging av Konstancin og Jeziorna og fleiri smærri bygdum. Kirkjubøhólmur. Kirkjubøhólmur er ein hólmur í Føroyum. Kirkjubøhólmur er 2 hektarar til støddar. Hovshólmur. Hovshólmur er ein hólmur í Føroyum. Hovshólmur er 1,7 hektarar til støddar. Hoyvíkshólmur. Hoyvíkshólmur er ein hólmur í Føroyum. Hoyvíkshólmur er 0,8 ha til støddar. Baglhólmur. Baglhólmur er ein hólmur í Føroyum. Baglhólmur er 0,8 ha til støddar. Hólmurin er beint uttanfyri Víkarbyrgi. Hann sæst eisini úr Porkeri. Eckerö. Eckerö er ein kommuna í Álandi. Eckerö hevur 931 íbúgvar (2014). Kumlinge. Kumlinge er ein kommuna í Álandi. Kumlinge hevur 328 íbúgvar (2014). Jomala. Jomala er ein kommuna í Álandi. Jomala hevur 4 555 íbúgvar (2014) og fevnir um eitt øki, sum er 686,96 km² til víddar, harav eru 544.43 km² vatn. Fólkatættleikin er 30,32 íbúgvar pr. ferkilometur. Brändö. Brändö er ein kommuna í Álandi. Brändö hevur 474 íbúgvar (2014). Finström. Finström er ein kommuna í Álandi. Finström hevur 2 536 íbúgvar (2014). Av hesum tosa 93,8% svenskt, meðan 3,4% hava finskt sum móðurmál. Sottunga. Sottunga er ein kommuna í Álandi. Sottunga hevur 101 íbúgvar (2014) og er minsta kommunan í Finnlandi. Lemland. Lemland er ein kommuna í Álandi. Lemland hevur 1 943 íbúgvar (2014). Kökar. Kökar er ein kommuna í Álandi. Kökar hevur 253 íbúgvar (2014). Hammarland. Hammarland er ein kommuna í Álandi. Hammarland kommuna hevði 1 533 íbúgvar (2014). Vårdö. Vårdö er ein kommuna í Álandi. Vårdö hevur 439 íbúgvar (2014). Mariehamn. Mariehamn (finskt: Maarianhamina) er ein kommuna og høvuðsstaður í Álandi. Mariehamn hevur umleið 11 488 íbúgvar (2014) og er størsta kommunan í Álandi. Lumparland. Lumparland er ein kommuna í Álandi. Lumparland hevur 418 íbúgvar (2014). Föglö. Kort yvir kommunurnar í Álandi. Föglö er ein kommuna í landsynningspartinum av Álandi. Föglö hevur 568 íbúgvar (2014). Í kommununi eru fleiri oyggjar, hólmar og sker. Kommunan fevnir um eitt øki á 1.869,02 km2, av hesum eru 1.734,24 km2 vatn. Fólkatættleikin er 3,67 íbúgvar pr. ferkilometur. Íbúgvarnir á oynni tosa øll svenskt. Tó hava tilflytarar úr Estlandi og Lettlandi búsett seg á oynni tey seinastu áratíggjuni, orsakað av tørvinum á arbeiðskraft til alivinnnuna, sum er høvuðsvinnan í kommununi. Sund (Áland). Sund er ein kommuna í Álandi. Sund hevur 1 037 íbúgvar (2014). Saltvik. Saltvik er ein kommuna í Álandi. Saltvik hevur 1 820 íbúgvar (2014). Geta. Geta er ein kommuna í Álandi. Fólkatalið í Geta kommunu var 497 (2014). Jón Fríðrik Kjølbro. Jón Fríðrik Kjølbro (føddur 2. juni 1967 í Føroyum) er ein føroyskur/danskur dómari, útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet í 1992. Hann hevur starvast sum hægstarættardómari í Eystara Landsrætti í Danmark frá 1. apríl 2005. Eitt skifti starvaðist hann sum dómari í Føroya Rætti, tað var frá 1994 til 1996. Í januar 2014 varð hann settur í starv sum mannarættindadómari við Altjóða Mannarættindadómstólin í Strasbourg. Tað eru 47 dómarar av hesum slagi, ein fyri hvørt land, ið hevur undirskrivað mannarættindasáttmálan. Tríggir dómarar vóru innstillaðir fyri Danmark, Jón Fríðrik varð valdur og skal vera í hesum starvi í nýggju ár og skuldi byrja í starvinum seinni á vári 2014. Hann gevur skrivað fleiri bøkur um mannarættindi. Familja. Bæði foreldrini hjá Jón Fríðrik eru føroysk. Mamman Alvdis, býr niðri, og pápin var Jógvan Kjølbro, sáli. Jón F. Kjølbro er giftur føroyskari konu – Guðrun, dóttir Judith og Osvald Kjærbo, sála, í Havn. 1372. 1372 (MCCCLXXII) var sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum 1290-árini. Øldir: 12. øld - 13. øld - 14. øld Áratíggju: 1240-árini 1250-árini 1260-árini 1270-árini 1280-árini - 1290-árini - 1300-árini 1310-árini 1320-árini 1330-árini 1340-árini Ár: 1290 1291 1292 1293 1294 1295 1296 1297 1298 1299 1280-árini. Øldir: 12. øld - 13. øld - 14. øld Áratíggju: 1230-árini 1240-árini 1250-árini 1260-árini 1270-árini - 1280-árini - 1290-árini 1300-árini 1310-árini 1320-árini 1330-árini Ár: 1280 1281 1282 1283 1284 1285 1286 1287 1288 1289 Björk Guðmundsdóttir. Björk Guðmundsdóttir, betri kend sum Björk (fødd 21. november 1965 í Reykjavík) er ein íslendsk songkvinna, sangskrivari og sjónleikarinna. Hon hevur vunnið nógvar heiðurslønir úr fleiri londum og hon hevur fleiri ferðir verið á ovastu rók á hittlistum kring heimin. Tríggjar av stakløgum hennara komu á Top 10 í Stórabretlandi ("It's Oh So Quiet" náddi eitt fjórðapláss, "Army of Me" nummar 10, og "Hyperballad" nummar 8). Plátufelag hennara, One Little Indian, boðaði frá í 2003, at hon hevði selt meira enn 15 milliónir kring allan heimin. Hon hevur vunnið fýra BRIT Awards, fýra MTV Video Music Awards, eina MOJO virðisløn, tríggjar UK Music Video Awards, og, í 2010, vann hon Polar Music Prize frá the Royal Swedish Academy of Music sum viðurkenning av hennara "deeply personal music and lyrics, her precise arrangements and her unique voice." Í 1997 vann hon Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins. Björk hevur eisini verið tilnevnd 14 Grammy Awards (umframt tvær fyri "art direction" av hennara "album sleeves", sum onnur hava gjørt), eina Oscar-virðisløn, og tvær Golden Globe Awards. Hon vann "Best Actress Award" á Cannes Film Festival í 2000 fyri høvuðsleiklut hennara í filminum Dancer in the Dark eftir Lars von Trier. Hon var plaserað sum nummar 29 í listanum hjá VH1 "The 100 Greatest Women in Music", nummar átta í listanum hjá MTV "22 Greatest Voices in Music", og nummar 16 í listanum hjá Rolling Stone's "100 Greatest Singers of All Time". 1270-árini. Øldir: 12. øld - 13. øld - 14. øld Áratíggju: 1220-árini 1230-árini 1240-árini 1250-árini 1260-árini - 1270-árini - 1280-árini 1290-árini 1300-árini 1310-árini 1320-árini Ár: 1270 1271 1272 1273 1274 1275 1276 1277 1278 1279 1270. 1270 (MCCLXX) var sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Stjórnin hjá Helle Thorning-Schmidt I. Stjórnin hjá Helle Thorning-Schmidt hevur verið stjórn Danmarkar frá 3. oktober 2011 til 3. februar 2014. Stjórnin byrjaði sum ein samgonga millum Socialdemokraterne, Radikale Venstre og Socialistisk Folkeparti (SF), tað hevði síðan verið fleiri ráðharraskifti, og hin 30. januar 2014 tók SF seg burturúr stjórnini. Ráðharrar í stjórnini. αEftir at Annette Vilhelmsen varð vald sum formaður fyri SF hin 13. oktober 2012, fóru broytingar fram í stjórnini hin 16. oktober 2012. βMentamálaráðharri Uffe Elbæk boðaði frá til forsætisráðharran hin 5. desember 2012, at hann gavst sum ráðharri. Dagin eftir varð Marianne Jelved sett í staðin. γRáðharrabroytingar hin 9. august 2013 orsakað av trygdargóðkenningini av Henrik Sass Larsen. δMenningarmálaráðharrin Christian Friis Bach boðaði frá hin 21. november 2013, at hann gavst sum ráðharri. Sama dag varð Rasmus Helveg Petersen settur í staðin. εRáðharrabroytingar hin 12. desember 2013 orsakað av, at Villy Søvndal fekk blóðtøpp, og Morten Bødskov segði upp. Margrethe Vestager. Margrethe Vestager Hansen (fødd 13. apríl 1968 í Glostrup) er danskur politikari, EU-ráðharri. Hon er útbúgvin løgfrøðingur. Hon var búskapar- og innlendismálaráðharri í Danmark frá 3. oktober 2011 til 2014. Hon var formaður fyri Det Radikale Venstre frá 2007 til 2014. Politisk. Hon var politiskur leiðari av Radikale Venstre og var búskapar- og innlendismálaráðharri frá 3. oktober 2011 til 2014. Hon var eisini varaforsætisráðharri í Danmark frá 2011 til 2014. Harumframt var hon kirkjumálaráðharri frá 1998 til 2000, kenslumálaráðharri 1998-2001. Hon gjørdist politiskur leiðari fyri Radikale Venstre eftir Marianne Jelved hin 15. juni 2007. Hon var formaður fyri fólkatingsbólkin hjá flokkinum 2007 til 2011. Privat. Bæði foreldur hennara eru sóknarprestar: Hans Vestager (føddur 1945) Bodil Tybjerg (fødd 1946). Hon vaks upp í Ølgod. Í 1986 gjørdist hon studentur frá Varde Gymnasium, og í 1993 varð hon útbúgvin sum cand.polit. við Københavns Universitet. Hon hevur starvast sum fultrúði í danska Fíggjarmálaráðnum 1993-95, serráðgevi í danska Búskaparmálaráðnum 1995-97 og skrivstovustjóri sama stað 1997-98. Hon er gift við studentaskúlalærara Thomas Jensen (1966-), saman hava tey tríggjar døtur. Danskir forsætisráðharrar. Listi yvir danskar forsætisráðharrar síðani 1848, tá einaveldið varð avtikið. Nauru. Nauru er oyggjaland í Kyrrahavi. Tjóðveldið Nauru er eitt av heimsins minstu londum, bara størri enn Monako og Vatikanríkið. Landið liggur í syðra Kyrrahavinum og hevur eina vídd á 21 km2. Høvuðsstaðurin eitur Yaren og landið hevur umleið 14.300 íbúgvar. Gjaldoyra, ið verður nýtt, er avstralski dollarin. Nauru liggur norðan fyri Sálomonsoyggjarnar, vestan fyri Kiribati, og suður úr Marshalloyggjum og Mikronesiasamveldinum. Ólöf Arnalds. Ólöf Arnalds (fødd 4. januar 1980 í Mosfellsbær) er ein íslendsk songkvinna, sangskrivari og tónleikari. Rammatik. Rammatik er ein filmsfyritøka, sum tær báðar føroysku filmsleikstjórarnir Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre eiga. Tær stovnaðu Rammatik í 2008, men hava samstarvað um listarligt arbeiði áðrenn tað. Tær búgva og starvast í London. Filmarnir Magma og Memotekið hava vunnið fleiri virðislønir og eru eisini tilnevndir fleiri ferðir. Nýggjasti filmurin "Karmok" hjá filmslistaduoini Rammatik við Rannvá Káradóttir & Mariannu Mørkøre er í uppskoti til Besta Altjóða Stuttfilm á Glasgow Short Film Festival, umframt Besta Eksperimentella Stuttfilm á Minimalen Kortfilmfestivall í Tróndheimi. Gelderland. Gelderland er ein landslutur í Niðurlondum. Arnhem er høvuðsbýur og Nijmegen er størsti býur í landslutinum. Hin 30. september 2013 var fólkatalið í landslutinum 2 019 196. Kommunur. Tað eru 53 kommunur í landslutinum (2018). Cuno Amiet. Cuno Amiet (føddur 28. mars 1868 í Solothurn, deyður 6. juli 1961 í Oschwand) var ein sveisiskur listamálari. Socialistisk Folkeparti. SF – Socialistisk Folkeparti – er ein danskur vinstrahallur politiskur flokkur, sum Aksel Larsen setti á stovn í 1959, tá hann varð koyrdur úr danska kommunistaflokkinum DKP (Danmarks Kommunistiske Parti). SF hevði stóra afturgongd á Fólkatingsvalinum 2011 og misti 7 limir. Flokkurin hevur søguliga altíð verið í anstøðu, men í 2011 fór hann fyri fyrstu ferð í samgongu í stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt, sum var ein samgonga millum Socialdemokratiet, Radikale Venstre og SF. Hin 30. januar 2014 valdi formaður floksins, Annette Vilhelmsen, tó at taka flokkin úr stjórnini, eftir ósemjur og ónøgd innanhýsis í longri tíð, og at enda var tað ósemja um sølu av 19% av partabrøvum, sum danska stjórnin átti í donsku orkufyritøkuni DONG Energy, til amerikanska íløgubankan Goldman Sachs. Eftir at flokkurin var farin úr stjórnini, fóru fleiri av fólkatingslimunum úr flokkinum, millum onnur fóru Astrid Krag, sum var heilsumálaráðharri, til Socialdemokraterne og Ida Auken, sum var umhvørvismálaráðharri, fór til Radikale Venste. Áðrenn hetta var Jesper Petersen farin úr flokkinum í apríl 2013 og gjørdist limur í Socialdemokraterne. Flokkurin misti sostatt 3 fólkatingslimir til aðrar flokkar í apríl 2013 og januar 2014. Socialdemokraterne. Socialdemokraterne ella Socialdemokratiet (Danski Javnaðarflokkurin) er ein vinstrahallur, sosialdemokratiskur politiskur flokkur í Danmark, ið varð settur á stovn á heysti 1871, tá "Den Internationale Arbejderforening" ("Første Internationale") varð sett á stovn. Flokkurin er tann leiðandi flokkurin, ið stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt frá 2011. Flokkurin er næststørsti politiski flokkur í Danmark við 44 av Fólkatingsins 179 limum. Flokkurin fekk á fyrsta sinni umboðan í Fólkatinginum í 1884. Í 1924 gjørdist flokkurin Danmarkar stjørsti flokkur; ein støða í flokkurin helt í 77 ár. 1319. 1319 (MCCCXIX) var sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Socialistische Partij. Socialistische Partij, SP, er ein vinstrahallur, sosialdemokratiskur politiskur flokkur í Niðurlondum. Partij van de Arbeid. Partij van de Arbeid, PvdA (Arbeiðaraflokkurin), er ein vinstrahallur, sosialdemokratiskur politiskur flokkur í Niðurlondum, sum varð stovnaður 9. februar 1946. Síðan valið í Niðurlondum í 2003, hevur flokkurin verið næststørsti flokkurin í landinum. Suely Franco. Suely Franco (fødd 16. oktober 1939 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Carolina Ferraz. Maria Carolina Álvares Ferraz (fødd 16. oktober 1968 í Goiânia) er sjónleikari og dansari úr Brasil. 1308. 1308 (MCCCVIII) var sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum Tamara de Lempicka. Tamara de Lempicka ella Łempicka (fødd Maria Górska 16. mai 1898 í Warszawa, deyð 18. mars 1980 í Cuernavaca) var ein pólskur listamálari. Diemen. Diemen er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum. Býurin hevur 26 609 íbúgvar (2014). Urk. Urk er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum. Býurin hevur 19 660 íbúgvar (2014). 1260-árini. Øldir: 12. øld - 13. øld - 14. øld Áratíggju: 1210-árini 1220-árini 1230-árini 1240-árini 1250-árini - 1260-árini - 1270-árini 1280-árini 1290-árini 1300-árini 1310-árini Ár: 1260 1261 1262 1263 1264 1265 1266 1267 1268 1269 1250-árini. Øldir: 12. øld - 13. øld - 14. øld Áratíggju: 1200-árini 1210-árini 1220-árini 1230-árini 1240-árini - 1250-árini - 1260-árini 1270-árini 1280-árini 1290-árini 1300-árini Ár: 1250 1251 1252 1253 1254 1255 1256 1257 1258 1259 Kungsbacka. Kungsbacka er ein býur í Kungsbacka kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 19 057 í 2010. Býurin fevnir um 10,03 km2 og hevur ein fólkatættleika á 1 901 /km2. Freja Beha Erichsen. Freja Beha Erichsen, eisini kend sum Freja Beha (fødd 18. oktober 1987 í Roskilde) er ein donsk modell. Frida Gustavsson. Frida Gustavsson (fødd 6. juni 1993 í Stokkhólmi) er ein svensk modell. Gustavsson byrjaði at arbeiða sum modell í Svøríki í 2008 og helt síðan fram við karrieruni í Japan. Í 2009 varð hon knýtt at agenturinum IMG og var ein av teimum mest eftirspurdu modellunum í vársesongini 2010. Svenska Elle útnevndi hana til ársins modell 2011. Tove Styrke. Tove Anna Linnéa Östman Styrke (fødd 19. november 1992 í Umeå) er ein svensk songkvinna og sangskrivari. Hon gjørdist kend, tá ið hon luttók í talentsangkappingini Idol í svenska sjónvarpinum og endaði á einum 3. plássi. Jakobínarína. Jakobínarína var ein íslenskur tónleikabólkur úr Hafnarfirði. Mammút. Mammút er ein íslendskur tónleikabólkur úr Reykjavík. FM Belfast. FM Belfast er ein íslendskur tónleikabólkur úr Reykjavík. Amiina. Amiina er ein íslenskur tónleikabólkur úr Reykjavík. Múm. múm er ein íslendskur tónleikabólkur úr Reykjavík. Örvar Þóreyjarson Smárason. Örvar Þóreyjarson Smárason (føddur 1977) er ein íslendskur tónleikari og rithøvundur. Hann er kendur frá bólkunum múm, FM Belfast, Slowblow og Benni Hemm Hemm. Seabear. Seabear er ein íslenskur tónleikabólkur úr Reykjavík. GusGus. GusGus (ella Gus Gus) er ein íslenskur tónleikabólkur úr Reykjavík. Jón Gnarr. Jón Gnarr Kristinsson (føddur Jón Gunnar Kristinsson 2. januar 1967) er ein íslendskur politikari, sjónleikari og standup skemtari. Hann er fyrrverandi leiðari í flokkinum Besti flokkurinn og fyrvverandi borgarstjóri í Reykjavík. Hann sat sum borgarstjóri í Reykjavík frá 15. juni 2010 til 16. juni 2014. Hann er giftur Jóhonnu Jóhannsdóttir og eiga tey 5 børn. Eitt av børnum teirra, Margrét, er fitness model. Jón Gnarr hevur spælt, og fingið heiðurslønir fyri eina rúgvu av íslenskum sjónsvarpsevni. Millum annað hevur hann skrivað og spælt høvuðsleiklutin í sjónvarpsrøðunum Næturvaktin (2007), Dagvaktin (2008), og Fangavaktin (2010). í 2010 gav hann út eina dokumentar nevnda Gnarr, ið fylgir honum í valstríðinum um borgarstjórasessin í Reykjavík. Filmurin hevur verið vistur runt um í heiminum, og hevur millum annað verið vístur á stóru streaming heimasíðuni Netflix. í 2014 gav Jón Gnarr út bókina Gnarr! How I Became the Mayor of a Large City in Iceland and Changed the World Rökkurró. Rökkurró er ein íslendskur tónleikabólkur úr Reykjavík. 1268. 1268 (MCCLXVIII) var sambært julianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum The Sound of Arrows. The Sound of Arrows er ein svenskur tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 2006 av Stefan Storm og Oskar Gullstrand. 1240-árini. Øldir: 12. øld - 13. øld - 14. øld Áratíggju: 1190-árini 1200-árini 1210-árini 1220-árini 1230-árini - 1240-árini - 1250-árini 1260-árini 1270-árini 1280-árini 1290-árini Ár: 1240 1241 1242 1243 1244 1245 1246 1247 1248 1249 1230-árini. Øldir: 12. øld - 13. øld - 14. øld Áratíggju: 1180-árini 1190-árini 1200-árini 1210-árini 1220-árini - 1230-árini - 1240-árini 1250-árini 1260-árini 1270-árini 1280-árini Ár: 1230 1231 1232 1233 1234 1235 1236 1237 1238 1239 1210-árini. Øldir: 12. øld - 13. øld - 14. øld Áratíggju: 1160-árini1170-árini 1180-árini 1190-árini 1200-árini - 1210-árini - 1220-árini 1230-árini 1240-árini 1250-árini 1260-árini Ár: 1210 1211 1212 1213 1214 1215 1216 1217 1218 1219 1200-árini. Øldir: 12. øld - 13. øld - 14. øld Áratíggju: 1150-árini 1160-árini1170-árini 1180-árini 1190-árini - 1200-árini - 1210-árini 1220-árini 1230-árini 1240-árini 1250-árini Ár: 1200 1201 1202 1203 1204 1205 1206 1207 1208 1209 Andrias Høgenni. Andrias Høgenni (føddur 28. oktober 1988 í Hvidovre, uppvaksin í Føroyum) er ein føroyskur filmsleikstjóri úr Havn, ið hevur vunnið fleiri virðislønir fyri stuttfilmar, m.a. hevur hann vunnið Geytan í 2015, 2016 og 2019. Lívsleið. Áðrenn Andrias fór á filmslistaskúla, fekk hann royndir innan filmsvinnuna við at vera við til at gera sjónvarapssendingarnar Agurk. Í 2012 bleiv hann útbúgvin BA í miðlavísundi (medievidenskab) frá Syddansk Universitet og sama ár næm hann sær eisini útbúgving á tí alternativa danska filmskúlanum 18 Frames. Endafilmurin frá 18 Frames "Timerne med Christine" varð sýndur á Odense International Filmfestival í 2013. Síðani gjørdi hann stuttfilmarnar "Eina", og "Det Mand Ikke Taler Om". Filmurin "Det Mand Ikke Taler Om" var partur av einari verkætlan, har ætlanin var at seta fokus á tað, at menn verða neyðtiknir. Filmurin skuldi so eftir ætlan vísast á kjakfundum og nýtast í samband við undirvísing. Filmurin er framleiddur av El Cine Production við stuðli frá Fynske Filmfortællinger, umframt eitt samtarv millum Odense Filmværksted, Syddansk Universitet, Kulturregion Fyn og Det Danske Filminstitut. Í 2015 gjørdist hann kandidatur í miðlavísund frá Syddansk Universitet, og síðan fór hann á alternativa filmsskúlan Super16, har hann bleiv útbúgvin filmsleikstjóri í 2018. Fráfaringarfilmur hansara frá Super16, "Ikki illa meint", vann Geytan og Canal+ Award í Semaine de la Critique í Cannes í 2019. Andrias er nevndarlimur í Føroysk Filmsfólk. Jóhanna á Bergi. Jóhanna á Bergi (fødd í 1970) er ein føroysk vinnulívskvinna. Í juni 2015 varð hon sett í starv sum stjóri fyri Atlantic Airways og skuldi byrja í starvinum í seinasta lagi 1. september 2015. Hon skrivaði søgu, tá ið hon gjørdist stjóri í Atlantic Airways, tí hon gjørdist tá fyrsta kvinnan, ið hevur verið forstjóri í einum norðurlendskum flogfelag. Hon var stjóri á føroysku/íslendsku fyritøkuni Faroe Ship frá mai 2006 til 2015. Jóhanna hevur nomið sær útbúgving á Den Danske Eksportskole í Herning og hevur MSc-prógv í virkisleiðslu frá Robert Gordon universitetinum í Skotlandi. Hon gjørdist stjóri í samanløgdu fyritøkuni í 2006. Faroe Ship er úrslit av samanlegging av føroysku fyritøkuni Skipafelagið Føroyar, sum varð stovnað í 1919 og Eimskipafélag Íslands (Eimskip), sum varð stovnað í 1914. Feløgini løgdu saman í eitt felag í 2004. Áðrenn Jóhanna gjørdist stjóri á Faroe Ship hevði hon starvast sum sølustjóri hjá JFK frá 1998 til 2006 og sølustjóri hjá P/F Kósini og søluleiðari hjá Faroe Seafood í Fraklandi. Í 2006 var hon eisini forkvinna í nevndini fyri Føroya Handilsskúla. Jóhanna er í løtuni (2014) einasta kvinnan í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Jóhanna er eisini fyrrverandi fótbóltsleikari. Hon spældi við B36 frá 1991 til 1994 og við KÍ frá 1998 til 2000. Hon hevur fyrr havt eftirnavnið Vang. Í januar 2014 fekk Jóhanna heiðurin sum "Ársins leiðari í privata vinnulívinum". Tveir aðrir leiðarar vóru í uppskoti til at fáa heiðurin, teir vóru Eirikur Lindenskov, stjóri í Miðlahúsinum, og Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord. Allan Tausen. Allan Tausen (føddur 7. juli 1977 í Føroyum), uppvaksin í Føroyum og Grønlandi, er føroyskur tónleikari. Hann flutti til Grønlands við familjuni, meðan hann gekk í fyrsta flokki. Í 1998 flutti hann aftur til Føroya at búgva. Pápi hansara, Regin Jaspurson Tausen, var føroyingur og mamman er grønlendsk. Pápin var eisini tónleikari, hann andaðist í juli 2013, sama ár sum fyrsta fløgan hjá Allan kom út. Allan spælir við bólkinum Marius og hevur eisini spælt tónleik saman við Høgna Lisberg, Knút Háberg Eysturstein og øðrum. Meðan hann sum tannáringur búði í Nuuk spældi hann tungmálmstónleik (Heavy Metal) við einum grønlendskum bólki. Allan gav út sína fyrstu solo tónleikaútgávu á heysti 2013 við heitinum Unknown, fløgan var í ger frá 2008 til 2013. Hann hevur sjálvur skrivað átta av teimum 11 sangunum. Eitt av løgunum er eitt instrumentalt lag spælt av nýggjum til sangin Villar víddir hjá Kára P. Jens L. Thomsen hevur framleitt fløguna saman við Allan. Sangurin "Heyah" varð nógv spældur í føroysku útvarpsrásunum, eftir at fløgan var komin út. Allan spældi útgávukonsert í Nuuk, har hann eisini vaks upp, í samrøðu við Eyðfinn Jensen í útvarpssendingini Brunsj, segði hann, at tað var eitt stórt upplivilsi at spæla í Nuuk. Í sendingini greiddi hann eisini frá um útgávuna og um heitissangin Unknown, sum hann skrivaði einaferð, tá pápi hansara var deyðasjúkur. Hann skrivaði sangin sum um at pápin var farin, men tað vísti seg, at pápin kláraði tað og livdi nøkur ár afturat. Tað løgna var bara, at júst tá Allan gevur út henda sangin nøkur ár seinni, tá andaðist pápi hansara umleið eina viku eftir, at fløgan hjá Allan var liðug. Allan er útbúgvin byggiteknikari. Hann livir saman við Janu Hjallgrímsdóttir, saman eiga tey tvey børn. Allan eigur eisini eitt barn, sum hann fekk á heilt ungum árum við einari aðrari kvinnu. 7. øld. (6. øld - 7. øld - 8. øld) 7. øld var frá 601 til 700 í tí gregorianska kalendaranum. Týdningarmikil fólk. * Martin Møller. Martin Møller (føddur 18. mai 1980 í Næstved) er ein danskur/grønlendskur ítróttamaður, skíðari. Hann luttók á Vetrar-OL 2014 umboðandi Danmark, av tí at Grønland eins og Føroyar ikki sleppur at luttaka undir egnum flaggi til OL. Martin varð heiðraður sum Ársins ítróttafólk 2013 av Ítróttasambandi Grønlands, eins og hann vann sama heiður í Nuuk. Martin er føddur í Næstved men uppvaksin í Aasiaat í Grønlandi. Hann flutti úr Grønlandi sum tannáringur, fyri at ganga á einum skístudentaskúla í Noregi, og síðan las hann til verkfrøðing á universiteti í Tróndheimi, og býr nú í Nuuk. Kujalleq kommuna. Kujalleq kommuna (grønlendskt: "Kommune Kujalleq") er ein kommuna í Grønlandi. Fólkatalið var 7 151 í 2013. Sermersooq kommuna. Sermersooq kommuna (grønlendskt: "Kommuneqarfik Sermersooq") er ein kommuna í Grønlandi. Fólkatalið var 21 868 í 2013. Sermersooq kommuna er heimsins næststørsta kommuna, tá ið hugsað verður um vídd, og er ein samskipan av bygdunum Ammassalik, Ittoqqortoormiit, Ivittuut, Nuuk og Paamiut. Navnið Sermersooq merkir "tann, sum hevur nógv av ísi". Qeqqata kommuna. Qeqqata kommuna (grønlendskt: "Qeqqata Kommunia") er ein kommuna í Grønlandi. Fólkatalið var 9 620 í 2013. Qaasuitsup kommuna. Qaasuitsup kommuna (grønlendskt: "Qaasuitsup Kommunia") er ein kommuna í Grønlandi. Fólkatalið var 17 498 í 2013. Marissa Nadler. Marissa Nadler (fødd 5. apríl 1981 í Washington DC) er ein amerikonsk songkvinna og sangskrivari. Lomma. Lomma er ein býur í Lomma kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 10 837 í 2010. Býurin fevnir um 4,82 km2 og hevur ein fólkatættleika á 2 248/km2. Boo. Boo er ein býur í Nacka kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 24 052 í 2010. Býurin fevnir um 16,26 km2 og hevur ein fólkatættleika á 1 479 /km2. WU LYF. WU LYF var ein enskur tónleikabólkur úr Manchester. Sven Kramer. Sven Kramer (føddur 23. apríl 1986 í Heerenveen) er ein niðurlendskur ítróttamaður, sum íðkar skoyturenning á langteinum. Hann hevur vunnið heiðursmerki í fleiri altjóða kappingum, eitt nú hevur hann vunnið heimsmeistaraheitið og evropameistaraheitið fleiri ferðir, og heiðursmerki á Vetrar-OL 2006, Vetrar-OL 2010 og á Vetrar-OL 2014, í 2010 og 2014 vann hann gull á 5000 metra-teininum, í 2006 vann hann silvur á sama teini. Í 2014 vann hann eisini silvur á 10000 metra-teininum. Á vetrar-OL 2006 og 2010 vann hann harumframt bronsu í liðkappingum. Met. Kramer hevur sett heimsmet og olympiskt met á 5000 metra teininum. Heimsmetið setti hann í 2007 við tíðini 6:03.32 til HM í Kanada. Olympiska metið setti hann fyrst í Vancouver, Kanada á Vetrar-OL 2010 við tíðini 6:14.60, og síðan betraði hann um metið á Vetrar-OL 2014 í Sotsji við tíðini 6:10.76. Heerenveen. Heerenveen er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum. Býurin hevur 50 133 íbúgvar (2014). Caselle Landi. Caselle Landi (týskt: "Caséli") er ein kommuna í Lombardia, í Norður-Italiu, sum liggur 35 kilometrar í ein landsynning av Lodi og 70 km í ein landsynning av Milano. Tann 31. desember 2012 búðu 1660 fólk har. Økið er 25,95 ferkilometrar til støddar. Caselle Landi hevur mark til hesar kommunur: Caorso (PC), Castelnuovo Bocca d'Adda, Corno Giovine, Cornovecchio, Meleti, Piacenza (PC) og Santo Stefano Lodigiano. Vetrar-OL 2014. Olympisku vetrarleikirnir 2014 (Vetrar-OL 2014), teir 22. (XXII) olympisku vetrarleikirnir, vórðu leiktir í døgunum 7. – 23. februar 2014 í Sotsji í Russlandi. (Nakrar kappingar byrjaðu tó longu 6. februar.) Hetta var fyrstu ferð, at Russland var vertur fyri olympisku vetrarleikunum. Klokkan 16 hin 7. februar vórðu Olympisku vetrarleikirnir 2014 settir á Fisht leikvøllinum í Sotsji. Tað tók eini 10 ár at fyrireika vetrar-OL 2014 og Olympisku leikirnir Sotji vóru teir dýrastu nakrantíð. Kostnaðurin fyri leikirnar liggur um 280 milliardir krónur. Pengarnir vórðu millum annað brúktir til at gera nýggjar leikvallir og skíøki. Eitt annað, sum merkti leikirnar var, at Russlandi stóð fyri skotum á nógvum økjum fram undir OL. Alheims samfelagið legði ábreiðslu á landið, tí at Russland ikki viðurkenti altjóða mannarættindi. OL verður vanliga sett í samband við kynsligt -, trúðar-, nationalt- og etniskt frælsi, men russiskar lógir vóru beinleiðis í stríð við bæði altjóða menniskjarættindi og virði OL. Ítróttargreinar. 12 nýggjar kappingar eru góðkendar av IOK og harvið verður tað kappast í 98 heiðursmerkjakappingum innan 15 ítróttargreinar í Sotsji. Tølini í klombrum vísa talið av heiðursmerkjakappingum innanfyri hvørja grein Dario Fo. Dario Fo acting in Cesena Dario Fo, (føddur 24. mars 1926 í Sangiano; d. 13. oktober 2016), Italia, var ein italskur dramatikari, leikstjóri, sjónleikari og rithøvundur. Í 1977 móttók hann Nobelvirðislønina í bókmentum. Jan Blokhuijsen. Jan Blokhuijsen (føddur 1. apríl 1989 í Zuid-Scharwoude) er ein niðurlendskur ítróttamaður, sum íðkar skoyturenning á langteinum. Hann vann eitt silvur heiðursmerki á 5000 metra-teininum á vetrar-OL 2014. Á vetrar-OL 2010 vann hann harafturat bronsu í liðkapping. Jorrit Bergsma. Jorrit Bergsma (føddur 1. februar 1986 í Oldeboorn) er ein niðurlendskur ítróttamaður, sum íðkar skoyturenning á langteinum. Hann vann gull á 10000 metra-teininum og eitt bronsu heiðursmerki á 5000 metra-teininum á vetrar-OL 2014. Í somu kapping vunnu niðurlendingar harumframt gull og silvur. 6. øld. (5. øld - 6. øld - 7. øld) 6. øld var frá 501 til 600 í tí gregorianska kalendaranum. Týdningarmikil fólk. * 5. øld. (4. øld - 5. øld - 6. øld) 5. øld var frá 401 til 500 í tí gregorianska kalendaranum. Týdningarmikil fólk. * Philippe Garrel. Philippe Jean-François Alain Garrel (føddur 6. apríl 1948 í París) er franskur filmsleikstjóri, filmsleikrithøvundur og leikstjóri. Ireen Wüst. Ireen Wüst (fødd 1. apríl 1986 í Goirle) er ein niðurlendsk ítróttakvinna, sum íðkar skoyturenning á langteinum. Á vetrar-OL 2006 vann hon gull á 3000 metra-teininum og bronsu á 1500 metra-teininum, á vetrar-OL 2010 gull á 1500 metra-teininum, og á vetrar-OL 2014 gull á 3000 metra-teininum, silvur á 5000 metra-teininum, silvur á 1500 metra-teininum og silvur á 1000 metra-teininum. Eyðgunn Samuelsen. Eyðgunn Jana Samuelsen (fødd Henriksen, 23. mai 1959 i Sørvági) er ein føroyskur lærari og politikari (Javnaðarflokkurin). Hon tók realprógv frá Sørvágs skúla í 1976 og HF á Føroya Studentaskúli og HF-skeið í 1978. Hon er útbúgvin cand.mag. í samfelagsfrøði og søgu frá Roskilde Universitetscenter frá 1992. Hon hevur starvast sum lærari við tekniska skúlan í Klaksvík síðan 1987, tó ikki frá 2000–2003, tá hon var deildarleiðari á Mentamálaráðnum. Eyðgunn var nevndarlimur og forkvinna í Sørvágs Ungmannafelag 1974–1978, ráðslimur í Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) í 1981, stýrislimur í Landsfelag Føroyinga í Útbúgving (LFÚ) í 1984, nevndarlimur í Klaksvíkar Húsmóðrafelag í 1985, limur í stýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús 1990–1992 og limur í Líkningaráðnum 1992–1996. Hon meldaði seg inn í Javnaðarflokkin í 1988, og hevur verið býráðslimur í Klaksvík síðan 1. januar 1997. Hon hevur verið løgtingslimur síðan 4. februar 2008, og møtti í tíðarskeiðnum 2008–2011 sum varalimur fyri Helenu Dam á Neystabø. Eyðgunn var limur í Løgtingsins fíggjarnevnd frá 2008 og forkvinna í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum síðan 24. februar 2011. Í 2011 varð hon vald beinleiðis inn á Løgtingið. Løgtingsins mentanarnevnd. Løgtingsins mentanarnevnd ella "Mentarnarnevndin" er tann nevndin á Føroya Løgtingi, ið viðgerð mál um mentan, útbúgving, gransking og kirkjumál. Til 1998 nevndist hon Mentanar- og skúlanevndin, og áðrenn tað bara Skúlanevndin. Í dag hevur nevndin sjey limir. Løgtingsins trivnaðarnevnd. Løgtingsins trivnaðarnevnd ella "Trivnaðarnevndin" er tann løgtingsnevndin, ið viðgerð almanna-, heilsu-, arbeiðsmarknaðar- og bústaðarmál á Føroya Løgtingi. Dagsins nevnd varð sett á stovn, tá ið Arbeiðaranevndin, Almanna- og heilsunevndin vóru lagdar saman í 1995, og formaðurin í Almanna- og heilsunevndini gjørdist fyrsti formaðurin í Trivnaðarnevndini. Nevndin hevur sjey limir. Løgtingsins uttanlandsnevnd. Løgtingsins uttanlandsnevnd ("Uttanlandsnevndin") er tann av løgtingsnevndunum, ið viðgerð uttanlands-, marknaðar- og verjumál á Føroya Løgtingi. Uttanlandsnevndin varð sett á stovn við støði í Marknaðarnevndini í 1995, og seinasti formaður í Marknaðarnevndini, Helena Dam á Neystabø, gjørdist fyrsta nýggja forkvinna í Uttanlandsnevndini. Vanliga verður dentur lagdur á, at allir flokkar í Løgtinginum skulu hava umboðan í Uttanlandsnevndini, sum telur sjey limir. Løgtingsins landsstýrismálanevnd. Løgtingsins landsstýrismálanevnd ("Landsstýrismálanevndin") er tann løgtinsnevndin ið viðgerð mál viðvíkjandi eftirliti av landsstýrinum. Virkisøki landsstýrismálanevndarinnar er sbr. stýrisskipanarlógini § 38 at hava eftirlit við, at landsstýrið heldur seg innan fyri teir karmar, lóggávan setir. Landsstýrismálanevndin telur tríggjar limir. Michel Mulder. Michel Mulder (føddur 27. februar 1986 í Zwolle) er ein niðurlendskur ítróttamaður, sum íðkar skoyturenning. Hann vann bronsu á 1000 metra-teininum og gull á 500 metra-teininum á vetrar-OL 2014. Tvíburðabróðir hansara, Ronald Mulder, íðkar eisini skoyturenning, hann vann gull í somu kapping sum Michel á vetrar-OL 2014 á 500 metra teininum. Ronald Mulder. Ronald Mulder (føddur 27. februar 1986 í Zwolle) er ein niðurlendskur ítróttamaður, sum íðkar skoyturenning. Hann vann bronsu á 500 metra-teininum á vetrar-OL 2014. Tvíburðabróður hansara, Michel Mulder, íðkar eisini skoyturenning og vann gull í somu kapping á vetrar-OL 2014. Jan Smeekens. Jan Smeekens (føddur 11. februar 1986 í Raalte) er ein niðurlendskur ítróttamaður, sum íðkar skoyturenning. Hann vann silvur á 500 metra-teininum á vetrar-OL 2014. Stefan Groothuis. Stefan Groothuis (føddur 23. november 1981 í Empe) er ein niðurlendskur ítróttamaður, sum íðkar skoyturenning. Hann hevur luttikið á Vetrar-OL 2006, 2010 og 2014. Í 2012 vann hann HM gull í sprintkappingini á "World Sprint Championships" og HM gull á 1000 metra teininum á "World Single Distance Championships". Á vetrar-OL 2014 vann hann gull á 1000 metra-teininum. Yesterday Was Dramatic - Today Is OK. Yesterday Was Dramatic - Today Is OK er fyrsta album sum kom út hjá íslendska tónleikabólkinum múm. Fløgan kom út 11. mars 2000. 10 løg eru á fløguni. How to Make Friends. How to Make Friends var fyrsta album sum kom út hjá íslendska tónleikabólkinum FM Belfast. Fløgan kom út 15. oktober 2008. 11 løg eru á fløguni. Wilhelmus. Wilhelmus er tjóðarsangur hjá Niðurlondum. Kasper Bjørke. Kasper Bjørke (føddur 1975) er ein danskur tónleikari, dj, sangskrivari og tónleikaprodusari. Lana Del Rey. Elizabeth Woolridge Grant, betri kend sum Lana Del Rey (fødd 21. juni 1985 í New York) er ein amerikonsk songkvinna og sangskrivari. Margot Boer. Margot Madelaine Boer (fødd 7. august 1985 í Woubrugge) er ein niðurlendsk ítróttakvinna, sum íðkar skoyturenning. Hon hevur klárað seg best á 500 metra, 1000 metra og 1500 metra teinunum. Á vetrar-OL 2014 vann hon bronsu á 500 metra-teininum og á 1000-metra teininum. Hon hevur eisini vunnið bronsu á HM kappingum á 1000-metra teininum og í sprint. 1040-árini. Øldir: 10. øld - 11. øld - 12. øld Áratíggju: 990-árini 1000-árini 1010-árini 1020-árini 1030-árini - 1040-árini - 1050-árini 1060-árini 1070-árini 1080-árini 1090-árini Ár: 1040 1041 1042 1043 1044 1045 1046 1047 1048 1049 1050-árini. Øldir: 10. øld - 11. øld - 12. øld Áratíggju: 1000-árini 1010-árini 1020-árini 1030-árini 1040-árini - 1050-árini - 1060-árini 1070-árini 1080-árini 1090-árini 1100-árini Ár: 1050 1051 1052 1053 1054 1055 1056 1057 1058 1059 1000-árini. Øldir: 10. øld - 11. øld - 12. øld Áratíggju: 950-árini 960-árini 970-árini 980-árini 990-árini - 1000-árini - 1010-árini 1020-árini 1030-árini 1040-árini 1050-árini Ár: 1000 1001 1002 1003 1004 1005 1006 1007 1008 1009 1190-árini. Øldir: 11. øld - 12. øld - 13. øld Áratíggju: 1140-árini 1150-árini 1160-árini1170-árini 1180-árini - 1190-árini - 1200-árini 1210-árini 1220-árini 1230-árini 1240-árini Ár: 1190 1191 1192 1193 1194 1195 1196 1197 1198 1199 1198. 1198 (MCXVIII) var sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Doutzen Kroes. Doutzen Kroes (fødd 23. januar 1985 í Eastermar) er ein niðurlendsk modell. Hon er gift við Sunnery James. 1180-árini. Øldir: 11. øld - 12. øld - 13. øld Áratíggju: 1130-árini 1140-árini 1150-árini 1160-árini1170-árini - 1180-árini - 1190-árini 1200-árini 1210-árini 1220-árini 1230-árini Ár: 1180 1181 1182 1183 1184 1185 1186 1187 1188 1189 995. 995 (CMXCV) var sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 994. 985 (CMXCIV) var sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Laleh Pourkarim. Laleh Pourkarim (persiskt: لاله پورکریم‎), betri kend sum Laleh (fødd 10. juni 1982 í Bandar-e Anzali) er ein iransk/svensk songkvinna og sangskrivari. Richard B. Thomsen. Richard Børge Thomsen (føddur 12. februar 1888 á Tvøroyri, deyður 4. apríl 1970 á Tvøroyri) var ein føroyskur rithøvundur og vinnulívsmaður. Søgan um fyritøkuna Richard B. Thomsen. Hann byrjaði egna fyritøku í 1929, eftir at hann var farin úr familjufyritøkuni T.F. Thomsen. Richard bygdi eitt pakkhús við síðunar av tí, sum í dag verður nevnt ísvirkið. Fyrst hevði hann eina lítla heilsølu, og síðan menti virksemi seg til at fevna so víða sum til reiðaravirksemi, sølu av koli, kolonialhandil og ger av flamingokassum. Fyrst varð byrjað við heilsølu av millum øðrum sigarettum, sigarum, osti og Molly-blikkum, ið var rómi í dósum. Selt varð eisini ymiskt byggitilfar, viður og sement. Trolararnir vóru keyptir í bretskum pundum, sum tá var tengt at gullvirðinum. Hetta hevði við sær mitt í tjúgunum, at bretska pundi hækkaði í virði mótvegis donsku krónuni, somikið nógv at trolarirnir blivu alt ov dýrir, og ikki kundu rekast við vinningi. Tískil yvirlivdi trolaravirksemið ikki. Richard, konan Ingrid og Henning, stovnsettu A/S Richard B. Thomsen & Søn í 1946 og í 1954 bleiv navnframa Marité keypt, saman við AT (Arbejdernes Trawlerdrift). Sum tíðin gekk so yvirtók sonurin Henning virksemið, tí pápin, Richard B. Thomsen, var farin at eldast og yrkið sum rithøvundur fylti meira í gerandisdegnum hjá honum. Richard var, um tað mundið, mest lisni høvundin í danska kongaríkinum. Í mong ár gekst væl við fiskarínum, men mitt í sekstiárunum minkaði toskafiskiskapurin í Grønlandi, so Marité varð løgd fyri teym. Virksemið bleiv nú so við og við flutt út úr gamla pakkhúsinum og til staðið, har handilin liggur í dag. Umstøðurnar vóru tó alt annað enn lagaligar tá. Í 1972 flutti Richard (yngri) heim eftir loknan studentalestur og í 1974 kom Henrik heim og byrjaði at arbeiða í fyritøkuni. Um hetta mundið, so yvirtóku brøðurnir eisini so líðandi virksemið hjá Richard B. Thomsen. Uttari Handil, ið tá eisini var í fyritøkuni, og Marité, drenaðu fyritøkuna fyri kapital, og avgjørt varð tí at selja Marité og lata Uttara Handil aftur. Marité varð seld til Svøríkis miðskeis í sjeytiárunum. RBT hevði avgreiðslu fyriStar Line og Traderline, samstundis sum fyritøkan eisini stóð fyri at lossa skipini hjá Faroe Ship. Lagt varð tí nógv um til flutning og kom fyrsti trailarin í 1984. RBT tók veruliga dik á seg í 80-unum. Inntøkurnar vuksu fram til fíggjarkreppuna fyrst í 1990-unum. Góðu árini høvdu tó gjørt, at fyritøkan var fíggjarliga sterk og nú kundi standa ímóti. Saman við Petur Hammer, bleiv Coma Pack nú stovnað, tí at tað var sjón fyri søgn, at stórur tørvur var á flamingokassum til fiski- og alivinnuna í oynni. Fyritøkan sum framleiddi flamingo frammanundan ComaPack, megnaði ikki at veita nóg mikið av tilfari og við hegni og hepni, eydnaðist tað Coma Pack at megna hetta eftir hálvum ári. Framleiðslan á Coma Pack byrjaði í 1994 og er framvegis í gongd. 5 fólk arbeiða á ComaPack í 2016. Umframt tey fimm starvsfólkini í ComaPack, so starvast 8 fólk hjá Richard B. Thomsen í 2016. Í 1995 keypti RBT trolaran “Beinta”, saman við Diaba Ludvig á Tvøroyri. Raksturin gekst væl tey árini hann var í felagnum. Trolarin varð seldur til Hvalbiar í 2000 og varð fiskiloyvið sostatt verandi í oynni. RBT er partaeigari í NorServ og eigur eisini 1/3 av FøroyaPrent. Coline Mattel. Coline Mattel (fødd 3. november 1995 í Sallanches) er ein fronsk ítróttakvinna, sum íðkar skíhopp. Á vetrar-OL 2014 vann hon bronsu. Hon vann eisini bronsu á HM 2011 í Oslo. Armgarð Mortensen. Armgarð Mortensen er ein føroysk sjónleikarinna og modell. Hon hevur spælt við í fleiri føroyskum filmum, eitt nú spældi hon ein av høvuðsleiklutunum í stuttfilmunum "Summarnátt" og "Vetrarmorgun", sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Summarnátt vann tann allarfyrsta Geytan, sum er ein føroysk filmsvirðisløn. Vetrarmorgun varð vístur á Berlinaluni og varð tilnevndur tríggjar virðislønir har, eitt nú Teddy Award, sum verður latin til ein film, ið viðgerð evni um samkyndleika. Hin høvuðsleiklutin í Vetrarmorgun spældi Helena Heðinsdóttir. Hin 14. februar 2014 vann filmurin Vetrarmorgun virðislønin á Berlinaluni í bólkinum "The Special Prize of the Generation 14plus International Jury". Helena Heðinsdóttir. Helena Heðinsdóttir Jørgensen ella Helena Heðinsdóttir er ein føroysk sjónleikarinna. Hon spældi ein av høvuðsleiklutunum í stuttfilminum "Vetrarmorgun", sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Hon spældi leiklutin sum Birita. Vetrarmorgun varð vístur á Berlinaluni (Berlin International Film Festival) og varð tilnevndur tríggjar virðislønir har, eitt nú Teddy Award, sum verður latin til ein film, ið viðgerð evni um samkyndleika. Hin høvuðsleiklutin í Vetrarmorgun spældi Armgarð Mortensen. Hon hevur eisini spælt annan av høvuðsleiklutunum í fyrsta spælifilmin hjá Sakaris Stórá, "Dreymar við havið", ið var frumsýndur í Norðurlandahúsinum 5. september 2017. Hin 14. februar 2014 vann filmurin "Vetrarmorgun" virðislønin á Berlinaluni í bólkinum "The Special Prize of the Generation 14plus International Jury". Summarnátt. Summarnátt er ein føroyskur stuttfilmur frá 2012, sum skopuningurin Sakaris Stórá hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Filmurin varð tilnevndur fyrstu føroysku filmheiðurslønina Geytan, og vann hesa fyrstu virðislønina. Evni og søgugongd. Filmurin snýr seg um tvær 16 ára gamlar vinkonur, um vinarlag og kærleika millum ung, og um ta ofta ódefinerandi gjónna millum vinarlag og kærleika. Tónleikur. Mikael Blak hevur gjørt tónleikin í Summarnátt Vetrarmorgun. Vetrarmorgun er ein føroyskur stuttfilmur frá 2013, sum skopuningurin Sakaris Stórá hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Filmurin varð boðin til størsta filmsfestivalin í Evropa, Berlinaluna (Berlin International Filmfestival), har hann varð sýndur 7 ferðir í februar 2014. Sakaris og Ingun í Skrivarastovu, sum framleiddi filmin, og tær báðar genturnar, ið spældu høvuðsleiklutirnir: Armgarð G. Mortensen og Helena Heðinsdóttir vóru øll við á filmfestivalinum í Berlin. Filmurin varð tilnevndur trýggjar virðislønir, ein teirra var Teddy-virðislønin ið er ein virðisløn ið verður latin filmum ið varpa ljós á evni sum LGBT felagsskapurin arbeiðir fyri. Eitt evni í filmminum er nevniliga samkyndleiki. Sakaris segði í samrøðu við Philipp Schmidt frá Teddyaward.tv, at hann nokk ikki hevði torað at gjørt ein film um hetta evnið fyri eini 5-10 árum síðan, men nú tordi hann, tí tað er blivið meira góðkent at tosa um hetta evnið í Føroyum nú. Filmurin varð frumsýndur á bókasavninum á Sandi hin 12. september 2013. Hann varð eisin sýndur á Tjóðpallinum í Havn 21. september 2013. Kinna Poulsen ummælti filmin og helt at hann var flottur, men at søgan var nakað tunn, og at tað bleiv næstan gjørt ov nógv burturúr til sýningina í Havn, men útlendingum dáma væl filmin og hann er væl móttikin í Berlin. Hin 14. februar 2014 vann stuttfilmurin "Vetrarmorgun" eina filmsvirðisløn á Berlinaluni 2014, hann vann í bólkinum sum á enskum verður nevndur "The Special Prize of the Generation 14plus International Jury". Evni og søgugongd. Filmurin snýr seg um tvær ungar tannáringa gentur í Føroyum, Mariu og Biritu, um kærleika og vinskap, um identitet og samkyndleika. Tónleikur. Mikael Blak hevur gjørt tað mesta av tónleikinum í Vetrarmorgun, Hanus G. Johansen hevur gjørt eitt av løgunum. Rannvá Káradóttir. Rannvá Káradóttir er ein føroyskur filmsleikstjóri, dansari og choreografur. Hon er búsitandi í London og er gift við Rúnar Reistrup. Saman við Marionnu Mørkøre eigur og rekur hon fyritøkuna Rammatik. Marianna Mørkøre. Marianna Mørkøre er ein føroyskur filmsleikstjóri og stylistur. Hon er búsitandi í London. Saman við Rannvá Káradóttir eigur og rekur hon fyritøkuna Rammatik. Brynjolfur á Heygum. Brynjolfur á Heygum eisini kendur sum Brynjolfur úr Havn er ein føroyskur elektroniskur tónasmiður og DJ, sum í løtuni býr í Keypmannahavn. Hann hevur eisini verið virkin í føroyska tónleikalívinum, serliga við bólkinum Side Effect. Í 2014 skal hann framføra á størsta tónleikafestivalinum í Danmark, Roskildefestivalinum. Brynjolfur er systkinabarn Heiðrik á Heygum, sum eisini er tónleikari. 1170-árini. Øldir: 11. øld - 12. øld - 13. øld Áratíggju: 1120-árini 1130-árini 1140-árini 1150-árini 1160-árini - 1170-árini - 1180-árini 1190-árini 1200-árini 1210-árini 1220-árini Ár: 1170 1171 1172 1173 1174 1175 1176 1177 1178 1179 1160-árini. Øldir: 11. øld - 12. øld - 13. øld Áratíggju: 1110-árini 1120-árini 1130-árini 1140-árini 1150-árini - 1160-árini - 1170-árini 1180-árini 1190-árini 1200-árini 1210-árini Ár: 1160 1161 1162 1163 1164 1165 1166 1167 1168 1169 Go Go Smear the Poison Ivy. Go Go Smear the Poison Ivy er ein tónleikaútgáva hjá íslendska tónleikabólkinum múm. Plátufelagið Fat Cat label útgav fløguna 24. september 2007. 12 løg eru á fløguni. James Magnussen. James Magnussen (føddur 11. apríl 1991 í Port Macquarie) er ein avstralskur svimjari. Hann vann eitt silvur og eitt bronsuheiðursmerki á summar OL 2012. Hann hevur eisini vunnið trý gull heiðursmerki til HM kappingar, eitt nú er hann heimsmeistari á 100 metra frí, hann vann gull bæði í 2011 og 2013. James Magnussen er av norskari ætt. Brynjar Jökull Guðmundsson. Brynjar Jökull Guðmundsson (føddur 10. mars 1989 í Reykjavík) er ein íslendskur ítróttamaður, sum íðkar skíítrótt. York University. York University er ein lærdur háskúli í Ontario, Kanada, sum varð settur á stovn í 1959. Donald Tusk. Donald Franciszek Tusk (føddur 22. apríl 1957 í Gdansk) er ein pólskur politikari, hann hevur verið forsætisráðharri Póllands síðan 2007 til 2014. Tusk hoyrir til tann liberala flokkin Platforma Obywatelska (Borgaraplattformurin). Í 2005 tapti hann forsetavalið móti Lech Kaczyński. Tusk gjørdist forsætisráðharri eftir at flokkurin vann stóran sigur á valinum í 2007. Hann varð settur sum forsætisráðharri Póllands hin 16. november 2007. Í mai 2010 gjørdist hann vinnarin av ársins Karlamagnusar virðisløn, sum er ein evropisk virðisløn, sum er høgt í metum. Hann varð valdur til forseta í Evroparáðnum hin 30. august 2014, hann vann yvir danska forsætisráðharran, Helle Thorning-Schmidt. Í 1978 giftist hann Małgorzata Sochacka. Tey hava tvey børn saman, sonin Michał og dóttrina Katarzyna. Koen Verweij. Koen Verweij (føddur 26. august 1990 í Alkmaar) er ein niðurlendskur ítróttamaður, sum íðkar skoyturenning á langteinum. Á vetrar-OL 2014 vann hann silvur á 1500 metra-teininum. Sjinkie Knegt. Sjinkie Knegt (føddur 5. juli 1989 í Bantega) er ein niðurlendskur ítróttamaður, sum íðkar stuttbana skoyturenning. Á vetrar-OL 2014 vann hann bronsu á 1000 metra-teininum. 1110-árini. Øldir: 11. øld - 12. øld - 13. øld Áratíggju: 1060-árini 1070-árini 1080-árini 1090-árini 1100-árini - 1110-árini - 1120-árini 1130-árini 1140-árini 1150-árini 1160-árini Ár: 1110 1111 1112 1113 1114 1115 1116 1117 1118 1119 1150-árini. Øldir: 11. øld - 12. øld - 13. øld Áratíggju: 1100-árini 1110-árini 1120-árini 1130-árini 1140-árini - 1150-árini - 1160-árini 1170-árini 1180-árini 1190-árini 1200-árini Ár: 1150 1151 1152 1153 1154 1155 1156 1157 1158 1159 Løgtingsins rættarnevnd. Løgtingsins rættarnevnd ella Rættarnevndin er tann løgtingsnevndin, ið viðgerð rættar-, politi- og kommunalmál á Føroya Løgtingi. Nevndin hevur sjey limir. Hans Zimmer. Hans Florian Zimmer (føddur 12. september 1957 í Frankfurt, Týskland) er ein týskur tónasmiður, sum er mest kendur fyri sín filmstónleik. Hann er stjóri á fyritøkuni Remote Control Productions. Í fyrstuni spældi hann keybord og synthesizer og var við í orkestrum sum Ultravox og Buggles. Í 1980-unum fór hann í gongd við at komponera soundtrack til filmar og fekk sítt avgerðandi gjøgnumbrot við tónleikinum til filmin "Rain Man" (1988), sum hann fekk sína fyrstu Oscar tilnevning fyri. Síðan hevur hann vunnið ein Oscar fyri besta tónleik fyri tónleikin til Disney teknifilmin "The Lion King" (1994) og hevur fingið fleiri Oscar tilnevningar síðan. Hann hevur eisini vunnið eina røð av øðrum týðandi virðislønum. Filmsløg (í úrvali). "Nøkur filmsheiti eru á donskum og onnur á enskum í listanum niðanfyri." Alessandra Negrini. Alessandra Vidal de Negreiros Negrini (fødd 29. august 1970 í São Paulo) er sjónleikari úr Brasil. Cauã Reymond. Cauã Reymond Marques (føddur 20. mai 1980 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil, best kendur fyri sínar sjónvarpsleiklutir í "Malhação" og "Cordel Encantado". Hann spældi eisini við í "Belíssima", "Passione" og í "A Favorita". Síðan 2007 hevur hann gingið saman við sjónleikarinnuni Grazi Massafera. Bianca Bin. Bianca Franceschinelli Bin (fødd 3. september 1990 í Jundiaí) er sjónleikari úr Brasil. Alfred Olsen. Alfred Olsen (føddur 30. mars 1947 í Tórshavn) er ein føroyskur og politikari (SB). Hann hevur útbúgving innan bókhald frá Føroya Handilsskúl, bankútbúgving og prógv sum heimaskipari. Hann var kommunuskrivari hjá Nes kommunu frá 1977 til 2013. Hann varð valdur inn á Føroya Løgting fyri Eysturoyar valdømi á løgtingsvalinum 1998 og hevur verið valdur inn síðan. Hann var formaður í Løgtingsins rættarnevnd 2004–2008 og í Vinnunevndini síðan 2011. Frá 2008 til 2011 var hann limur í Rættarnevndini. Hann er fyrsti næstformaður í Løgtinginum og er formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum. Hann var næstformaður í Sambandsflokkinum 2001–2007. Alfred er sonur Jens Christian Olsen og hálvbróður Jógvan I. Olsen, sum báðir vóru Sambands-politikarar. Gunvør Balle. Gunvør Balle (fødd 31. mars 1967 í Tórshavn) er ein føroyskur politikari (T) og vinnulívsfólk. Hon gekk í Hoydølum, har hon tók prógv frá Føroya Studentaskúla í 1985. Eftir lokið studentsprógv fór hon at fjakka kring heimin í tvey ár saman við vinkonum. Síðan fór hon undir lesna í Keypmannahavn, hon fór at lesa SPRØK (búskap, enskt og franskt), og varð útbúgvin sum cand.merc. frá Handelshøjskolen i København í 1993. Síðan starvaðist hon í søludeildini hjá donsku hátalarafyritøkuni Peerless í eitt ár, áðrenn hon flutti til Quatar saman við manni sínum, sum starvaðist hjá Mærsk Olie og Gas A/S. Gunvør var søluleiðari á Tórshavnar Skipasmiðju og stjóri í PAM Offshore Service 1997–2005. Í 2005 varð hon sett í starv í føroysku uttanríkisdeildini í Tinganesi. Í 2007 varð hon sett í starv sum sendikvinna Føroya í Íslandi (ambassadørur) og røkti hetta starvið í trý ár. Í 2010 var hon við til at seta á stovn P/F Atlantic Biotechnology á Oyri, har hon enn er stjóri. Hon hevur verið limur í fleiri nevndum og ráðum, eitt nú í Framtaksgrunninum, Búskaparráðnum, Visjón 2015, Ráðnum fyri brekað, BLF og Oljuvinnufelagnum hjá Vinnuhúsinum. Hon varð vald inn á Føroya Løgting á løgtingsvalinum í 2011 fyri Tjóðveldi. Hon var næstforkvinna í Løgtingsins mentanarnevnd og limur í sendinevnd Føroya til Útnorðurráðið. Hon stillaði ikki upp á løgtingsvalinum í 2015. Lotte van Beek. Lotte van Beek (fødd 9. desember 1991 í Zwolle) er ein niðurlendsk ítróttakvinna, sum íðkar skoyturenning. Á vetrar-OL 2014 í Sochi vann hon bronsu á 1500 metra-teininum. Í 2013 vann hon eitt silvur heiðursmerki á 1500 metra-teininum á heimsmeistarakappingini, sum eisini var í russiska býnum Sochi. Jorien ter Mors. Jorien ter Mors (fødd 21. desember 1989 í Enschede) er ein niðurlendsk ítróttakvinna, sum íðkar skoyturenning og eisini stuttbana skoyturenning. Á vetrar-OL 2014 vann hon gull á 1500 metra-teininum. Marrit Leenstra. Marrit Leenstra (fødd 10. mai 1989 í Wijckel) er ein niðurlendsk ítróttakvinna, sum íðkar skoyturenning. Á vetrar-OL 2014 var hon 4. á 1500 metra-teininum. Willem-Alexander. Willem-Alexander (føddur Willem-Alexander Claus George Ferdinand 27. apríl 1967 í Utrecht) er kongur í Niðurlendska kongaríkinum, og altso eisini í Karibisku Niðurlondum, Curaçao, Aruba og Sint Maarten. Sonur Beatrix og Claus von Amsberg. Hann er giftur við prinsessu Máxima, sum er úr Argentina. Tey eiga døturnar Catharina-Amalia, Alexia og Ariane. Eurostat. Eurostat er ein hagtalsfelagsskapur hjá ES, sum hevur eftirlit við hagstølunum hjá limalondum. Felagsskapurin hevur samstarv við londini um, á hvønn hátt hagtølini skulu fáast til vega. Utrecht. Utrecht er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum. Býurin er høvuðsstaður í tí niðurlendska landslutinum Utrecht og eisini tann býurin sum hevur størsta fólkatalið í hesum landslutinum. Býurin er fjórðstørsti í Niðurlondum, hin 1. januar 2019 búðu har 352.866 fólk. 990-árini. Øldir: 9. øld - 10. øld - 11. øld Áratíggju: 940-árini 950-árini 960-árini 970-árini 980-árini 990-árini - 1000-árini 1010-árini 1020-árini 1030-árini 1040-árini Ár: 990 991 992 993 994 995 996 997 998 999 1140-árini. Øldir: 11. øld - 12. øld - 13. øld Áratíggju: 990-árini1100-árini 1110-árini 1120-árini 1130-árini - 1140-árini - 1150-árini 1160-árini 1170-árini 1180-árini 1190-árini Ár: 1140 1141 1142 1143 1144 1145 1146 1147 1148 1149 Danska krónan. a>, tá Norðurlond samstarvaðu um myntir, sum høvdu eins stødd og vóru gjørdar av sama tilfari. Danska krónan (DKK ella kr.), danskt: "dansk krone", grønlendskt: "danskinut koruuni" er mynteind í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Føroyingar hava egnar pengaseðlar við føroyskum motivi, sum tó ikki er sjálvstøðugt gjaldoyra. 1 króna = 100 oyru. Fyrr hava aðrir myntir og seðlar verið galdandi í danska ríkinum, sum nú bert hava áhuga hjá fólkum ið samla. Talan er um myntir: 1 oyra, 2 oyra, 5 oyra, 10 oyra, 25 oyra og ½ kr. og seðlar: 1 kr., 5 kr., 10 kr. og 20 kr. Tann fyrsta danska myntin við kongsins navni og navninum á landinum á var ein mynt hjá Sveini Tvískegg (Svend Tveskæg), sum var gjørd í 995. Í nógv ár hevði virðið á myntini samband við tað tilfar, ið myntin varð gjørd av. Krónur og oyru vórðu innførd við lóg í 1873 og tikin í nýtslu 1. januar 1875, har ið hesi komu í staðin fyri ríkisdálaran. 1 dálari varð settur til virðið av 2 krónum, 1 markur til 33 1/3 oyru og 1 skilling til 2 oyru. Bob de Jong. Bob Johannes Carolus de Jong (føddur 13. november 1976 í Leimuiden) er ein niðurlendskur ítróttamaður, sum íðkar skoyturenning á langteinum. Á 10000 metra-teininum hevur hann vunnið gull, silvur og bronsu á Vetrar-Olymisku leikunum, gull í 2006, silvur í 1998 og bronsu í 2010 og 2014. Í 1998 setti hann trý heimsmet, harav tvey vóru juniormet í 3000 metrum við tíðini 3:53.06 og í 5000 metrum við tíðini 6:37.55. Tíðin á 3000-metra teininum var somikið sakjót, at hon eisini rakk til heimsmet hjá teimum vaksnu. Hann hevur fleiri ferðir vunnið gull, silvur og bronsu heiðursmerki á HM. Noordoostpolder. Noordoostpolder er ein kommuna í Flevoland í Niðurlondum. Kommunufyrisitingin liggur í Emmeloord og liggur mitt í Noordoostpolder. Fyrr varð kommunan nevnd "Urker Land". Íslendska krónan. 1000 islendska krónan í 2000. Íslendska krónan (ISK ella kr.) er mynteind í Íslandi. Zeewolde. Zeewolde er ein býur og ein kommuna í landslutinum Flevoland í Niðurlondum. Fólkatalið er umleið 20.000. Móti suðri er ein stórur skógur, ið nevnist Horsterwold. Móti eystri er eitt vatn ið nevnist. Móti vestri er mest landbúnaðarøki. Norska krónan. Norska krónan (NOK ella kr.), norskt "norsk krone", er mynteind í Noregi. 1130-árini. Øldir: 11. øld - 12. øld - 13. øld Áratíggju: 980-árini 990-árini1100-árini 1110-árini 1120-árini - 1130-árini - 1140-árini 1150-árini 1160-árini 1170-árini 1180-árini Ár: 1130 1131 1132 1133 1134 1135 1136 1137 1138 1139 1135. 1135 (MCXXXV) var sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum 1100-árini. Øldir: 11. øld - 12. øld - 13. øld Áratíggju: 1050-árini 1060-árini 1070-árini 1080-árini 1090-árini - 1100-árini - 1110-árini 1120-árini 1130-árini 1140-árini 1150-árini Ár: 1110 1111 1112 1113 1114 1115 1116 1117 1118 1119 KLM. Koninklijke Luchtvaart Maatschappij N.V., kent sum KLM, er eitt niðurlendskt flogfelag. KLM hevur høvuðssæti í Amstelveen, tætt við miðdepilin á Amsterdam Airport Schiphol. KLM flýgur bæði við ferðafólki og við farmi til meira enn 90 støð kring allan heimin. Flogfelagið varð sett á stovn í 1919 og er tað elsta flogfelagið í heiminum, ið enn virkar undir sínum upprunanavni. Hin 31. mars 2010 vóru 31.787 starvsfólk í felagnum. Donsk Wikipedia. Forsíðan á donsku Wikipediu, sum hon sá út 3. desember 2008 Donsk Wikipedia er tann danskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia. Carien Kleibeuker. Carien Kleibeuker (fødd 12. mars 1978 í Rotterdam) er ein niðurlendsk ítróttakvinna, sum íðkar skoyturenning. Á vetrar-OL 2014 vann hon bronsu á 5000 metra-teininum. Vígdis Hentze Olsen. Vígdis Eliesersdóttir Hentze Bjørck er ein føroyskur dansari, koreografur og sjónleikari. Í 2006 vann hon donsku dansikappingina hjá DR "Kan du danse?". Hon hevur nomið sær útbúgving innan dans í Gøteborg og í New York. Hon er virkin á fleiri ymiskum økjum bæði sum dansari, koreografur og undirvísari í fleiri londum, eisini í Føroyum, eitt nú hevur hon gjørt koreografiina til sjónleikin Myrk rúm (2014) sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað leikhandrit til og til musicalina Jesus Christ Superstar (2010). Tannlæknar í Føroyum. Í Føroyum eru skúlatannlæknar og privatir tannlæknar. Skúlatannlæknar taka sær av tannrøktini hjá børnum í skúlaaldri og undir skúlaaldri, hesir eru kommunalir, og so eru tað privatir tannlæknar til tey vaksnu. Summar kommunir hava útveitt barnatannrøktina til privatar tannlæknastovur í økinum. Í 2014 vann ein føroyskur tannlækni heiðurin sum Ársins Megnarkvinna. Tað er blaðið Kvinna og Íverksetarahúsið, ið lata virðislønina. Vinnarin gjørdist Joan Petri Olsen, sum eigur tannlæknastovuna Petri Tannklinikk í Havn. Kommunir sum hava útveitt barna- og ungdómstannrøktina til privatar tannklinikkir. Allar kommunir hava skyldu at veita ókeypis barna- og ungdómstannrøkt til egnar borgarar. Hevur kommunan ikki gjørt íløgu í egna tannlæknastovu og sett ein tannlæknastjóra, útveitur kommunan eftir siðvenju barnatannrøktina til fyrst staðsettu privatu tannklinikk í økinum. Tannlæknavaktin. Í Føroyum eru flest allir privatvirkandi tannlæknar skipaðir í eina tannlæknavakt, har tað ber til at fáa bráðfeingis hjálp uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Privatvirkandi tannlæknanir arbeiða tá út frá egnari tannklinikk. Undantikið hesi vaktarskipan eru tannlæknar í Suðuroynni. Fólk í Suðuroynni skulu tískil venda sær til egnan tannlækna. Tannlæknavaktin hevur telefon 314544, har tú verður umstillaður til vakthavandi tannlækna. Vakttelefonin svarar bert leygardag, sunnudag, & halgidagar: kl. 10-11. Eitt vaktargjald verður tikið umframt kostnaðurin fyri sjálva viðgerðina. Summarferiuvaktin. Í Føroyum eru nakrir privatvirkandi tannlæknar skipaðir í eina summarferiuvakt, har tað ber til at fáa bráðfeingis hjálp í vanligari arbeiðstíð um summarið, sum oftast í viku 29-32. Privatvirkandi tannlæknanir arbeiða tá út frá egnari tannklinikk. Undantikið hesi vaktarskipan eru tannlæknar í Suðuroynni. Fólk í suðri skulu seta seg í samband við egnan tannlækna. Summarferiuvaktin hevur telefon 314544, har tú verður umstillaður til vakthavandi tannlækna. Vakttelefonin svarar gerandisdagar ímeðan hon er virkin millum kl. 9-15. Vaktargjald verður tikið, tað verður goldið fyri sjálva viðgerðina sum vanligt. Í kommunum við egnari tannlæknastovu skulu foreldur venda sær beinleiðis til barnatannrøktina. Barnatannlæknar í hesum kommunum luttaka ikki í vaktarskipanini. Barnatannlæknar í Sørvági, Hvalvík og Sandavági luttaka í summarferiuvaktini og skulu hesi foreldur tískil venda sær til summarferiuvaktina. Annfinnur Heinesen. Annfinnur Heinesen (føddur í 1976, úr Klaksvík) er ein føroyskur sjónleikari, leikstjóri. Hann hevur tikið útbúgving á Skuespillerskolen ved Odense Teater, og hevur eisini lisið stjórnmálafrøði á Københavns Universitet. Hann hevur framført sum sjónleikari bæði á palli og í filmsrøðum. Hann hevur eisini starvast sum leikstjóri, eitt nú leikstjórnaði hann sangleikin "Jesus Christ Superstar" í 2010 og "Audition" í 2012. Hann hevur starvast í Kringvarpi Føroya, í Norðuratlantsbólkinum í Fólkatinginum og hjá DR-Nyheder (21 Søndag). Hann hevur verið knýttur at Ung í Føroyum, Tjóðpalli Føroya, Leikhúsinum Gríma (1997-98), Odense Teater (1999-2003), Det ny teater (2004-05), Det Kongelige Teater (2004), Betty Nansen Teatret (2005-06) og at Aldubáruni (2006-07). Síðani 2014 hevur hann verið stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Niðurlendsk Wikipedia. Forsíðan á niðurlendsku Wikipediu, sum hon sá út 5. september 2015 Niðurlendsk Wikipedia er tann niðurlendskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia. Abkasia. Abkasia (abkasiskt: Аҧсны, "Aṗsny"; georgiskt mál: აფხაზეთი, "Apchazeti"; russiskt mál: Абхазия, "Abchazija") er eitt landaøki í vestara Kaukasus millum Stóra Kaukasus í norði og Svartahavið í suðri. Politiska støðan hjá landinum er umstrídd. Stórur meiriluti av heimsins londum viðurkenna Abkasia sum eitt sjálvstýrandi lýðveldi í Georgia. Síðan hin 26. august 2008 hevur Russland tó viðurkent landið sum sjálvstøðugt ríki, tað sama hava hesi lond eisini gjørt: Nicaragua, Venezuela. og Nauru Abkasia er de facto sjálvstøðugt frá Georgia, eftirsum fyrrverandi stjórnin er í eksil í Georgia og ikki fær stýrt Abkasia. Abkasia fevnir um eina vídd á 8 665 km² og hevur umleið 178 000 íbúgvar sambært georgiskum fólkateljingum í 2005. Høvuðsstaðurin er Suchumi (tann georgiska lutalýðveldisstjórnin hevði fyrr sína basu í Tjchalta meðan separatiststjórnin stýrdi Suchumi). Abkasia hevur mark móti norði og útnyrðingi til Karatjaja-Tjerkessia og Krasnodar kraj í Russlandi og í eystri til tann georgiska landslutin Megrelia-Ovara Svanetia. Almenn mál eru abkasiskt og georgiskt sambært tí sjálvstýrandi georgisku lutalýðveldinum, men abkasiskt og russikt sambært tí separatisiska lýðveldinum. Fornaldarsøga. Frá 800-talinum til 500-talið á.Kr. var tað, sum nú er Abkasia, ein partur av tí forna georgiska ríkinum Kolkis. Í fornøldini stovnaðu grikskir handilsmenn havnir við svartahavsstrondina, har ein teirra, "Dioskurias", seinni mentist til dagsins Suchumi. Romverjaríkið vann Kolkis frá Mithridates VI Eupator av Pontos undir fyrstu øld e.Kr. og hersetti býin til 300-talið, tá ið økið í ávísan mun fekk sjálvstøðu, sjálvt um tað var innan áhugamálini hjá Bysantinska ríkið. Ein metropolittur, tvs. kirkjuligur leiðari, av Pitius (Pitsunda) luttók í kirkjufundinum í Nicaea (dagsins Iznik) ár 325, men Abkasia gjørdist ikki kristið í síni heild fyrr enn í 6. øld, av Justinianus I keisara. Abkasia gjørdist eitt sjálvstýrandi fúrstadømi í Bysans í 600-talinum og helt fram við tí til 780-árini, tá Kongadømið Abkasia varð sett á stovn. Ár 1001 sameindi kongurin Bagrat III Abkasia og Georgia í eitt sameint georgiskt kongsríki. Í 1570-árunum var hetta økið hertikið av Osmanska ríkinum, og undir tí stýrinum vóru tað mong, ið skiftu trúgv til islam. Osmanarnir stovnaðu eitt sjálvstýrandi fúrstadømi í Abkasia undir Sjervasjidzeríkinum. Fyrisitingarligar eindir. Spanskt kort yvir tær fyrisitingarligu eindirnar í Abkasia. Býtið er eins og tað var, tá Abkasia var partur av Sovjetsamveldinum. Mentan. Skrivaðar abkhasiskar bókmentir eru rættiliga nýggjar, frá fyrst í 20. øld. Men, abkasiskt eigur lut í Nart søgnunum, sum er ein røð av søgum um mytiskar hetjur, saman við øðrum kaukasiskum fólkasløgum. Tað abkasiska alfabetið var gjørt í 18. øld. Tað fyrsta tíðindablaðið á abkasiskum, sum nevndist Abkasia, var ritsjtórnað av Dmitry Gulia, og varð fyrstu ferð prentað í 1917. Kendastu abkasisku rithøvundarnir eru Fazil Iskander, sum skrivaði mest á russikum máli, og skaldið Bagrat Shinkuba. Fótbóltur er best umtókti ítróttur í Abkasia. Aðrar vælumtóktar ítróttagreinar eru kurvabóltur, boksing og vrestling. Abkasia hevur sína egnu fótbóltsdeild á amatørstøði síðan 1994. Deildin er ikki við í nakrari altjóða fótbóltssambandi. Faroese Music Awards. Faroese Music Awards (stytt FMA, á føroyskum: Føroysku Tónlistavirðislønirnar) vórðu settar á stovn í 2014 fyri at heiðra føroyskum tónleikarum og tónleiki. Tær fyrstu virðislønirnar vórðu handaðar 15. mars 2014 í Norðurlandahúsinum. Tað eru Kringvarp Føroya, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið, ið standa fyri tilnevningum og handanum av tónleikavirðislønunum. Rólant Waag Dam varð settur í starv at samskipa tiltakið, ein arbeiðsbólkur varð eisini settur, sum umboðaði Kringvarpið, Norðurlandahúsið, Miðlahúsið og føroysku tónleikavinnuna. Í hesum arbeiðsbólkinum sótu: Eyðfinn Jensen fyri Kringvarpið, Barbara Holm fyri Miðlahúsið, Fróði Vestergaard fyri Norðurlandahúsið, Sunleif Rasmussen, Ólavur Larsen umboðandi føroyska tónleikaumhvørvið. Talan er um tríggjar bólkar innan føroyskan tónleik, har heiðurslønir verða latnar: Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk bólkurin, Opni bólkurin og Popp bólkurin. Talan er um tríggjar dómsnevndir við fimm dómarum í hvørjum bólki, sum hava gjørt tilnevningarnar. Dómsnevndirnar eru soleiðis skipaðar, at tað er arbeiðsbólkurin, sum hevur skipað tær. Arbeiðsbólkurin hevur tryggjað sær, at dómsnevndirnar telja bæði kvinnur og menn, eins væl og tey eisini hava lagt seg eftir at hava eina hampiliga geografiska spjaðing, soleiðis at dómsnevndin ikki einans er mannað við fólkum úr høvuðsstaðnum. Felags fyri øll er, at arbeiðsbólkurin metir tey vera kompetent og gegni. Tað eru fimm limir í hvørjari dómsnevnd, tvs. til hvønn av teimum trimum høvuðsbólkunum. Limirnir í dómsnevndunum verða ikki kunngjørdir fyrr enn eftir at virðislønirnar eru handaðar. Orsøkin til at tær verða almannakunngjørdar er fyri at tryggja opinleika. Orsøkin til at tað ikki verður kunngjørt fyrr enn eftir handaninar, er tann at arbeiðsbólkurin ynskir ikki, at tað skal vera kjakast um hví hesin ella handa er við í dómsnevndini, men at kjakið heldur fer at snúgva seg um tónleikin, heldur enn um dómararnar. Avgerðin um hvør ið vinnur heiðurin í teimum ymisku bólkunum eiga ávikavist vanlig fólk, ið kunnu senda sms atkvøður inn og dómsnevndirnar, sms-atkvøðurnar telja 50% og atkvøðurnar hjá dómsnevndunum telur eisini 50%. FMA 2015 varð nakað broytt í mun til FMA 2014. Nevndin avgjørdi, at hesaferð skuldu vinnararnir ikki finnast við sms-boðum, í staðin skuldi eitt dómarapanel finna fram til vinnararnar. Tó skuldi ein áhoyraraviðisløn latast, áhoyrarar sluppu at avgera við at atkvøða við sms-boðum, hvør ið skuldi vinna heiðurin sum "Ársins nýggi bólkur/einstaklingur". FMA 2018. Faroese Music Awards 2018 varð hildið í Norðurlandahúsinum á stórum tónleikatiltaki leygarkvøldið 10. mars 2018. Vertir vóru Barbara Holm og Rólant Waag Dam. Tiltakið varð sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Mattias Kapnas, Eyðun Nolsøe, Lea Kampmann, Alda Magna, Son of Fortune, Tarira, Ólavur á Váli, Asyllex, FRUM og MOMO. FMA 2015. FMA 2015 varð hildið í Norðurlandahúsinum hin 14. mars 2015. FMA 2014. Faroese Music Awards 2014 varð hildið í Norðurlandahúsinum á stórum tónleikatiltaki leygarkvøldið 15. mars 2014. Vertir vóru Barbara Holm og Eyðfinn Jensen. Arbeiðsbólkurin valdi Ársins framleiðara, Ársins nýggja bólk/einstakling, Ársins átak og Ársins tónleikaheiður. Stuðlar: Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Mentamálaráðið, Vágs kommuna, Tvøroyrar kommuna, Poul Michelsen Heilsøla og Føroya Bjór. 1060-árini. Øldir: 10. øld - 11. øld - 12. øld Áratíggju: 1010-árini 1020-árini 1030-árini 1040-árini 1050-árini - 1060-árini - 1070-árini 1080-árini 1090-árini 1100-árini 1110-árini Ár: 1060 1061 1062 1063 1064 1065 1066 1067 1068 1069 1070-árini. Øldir: 10. øld - 11. øld - 12. øld Áratíggju: 1020-árini 1030-árini 1040-árini 1050-árini 1060-árini - 1070-árini - 1080-árini 1090-árini 1100-árini 1110-árini 1120-árini Ár: 1070 1071 1072 1073 1074 1075 1076 1077 1078 1079 1080-árini. Øldir: 10. øld - 11. øld - 12. øld Áratíggju: 1030-árini 1040-árini 1050-árini 1060-árini 1070-árini - 1080-árini - 1090-árini 1100-árini 1110-árini 1120-árini 1130-árini Ár: 1080 1081 1082 1083 1084 1085 1086 1087 1088 1089 1090-árini. Øldir: 10. øld - 11. øld - 12. øld Áratíggju: 1040-árini 1050-árini 1060-árini 1070-árini 1080-árini - 1090-árini - 1100-árini 1110-árini 1120-árini 1130-árini 1140-árini Ár: 1090 1091 1092 1093 1094 1095 1096 1097 1098 1099 980-árini. Øldir: 9. øld - 10. øld - 11. øld Áratíggju: 930-árini 940-árini 950-árini 960-árini 970-árini - 980-árini - 990-árini 1000-árini 1010-árini 1020-árini 1030-árini Ár: 980 981 982 983 984 985 986 987 988 989 1081. 1081 (MLXXXI) var sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum Aleqa Hammond. Aleqa Hammond (fødd 23. september 1965 í Narsaq, vaks upp í Uummannaq) er ein grønlendskur politikari og núverandi forkvinna fyri Grønlands Landsstýri (stjórnarleiðari) síðan 5. apríl 2013 og forkvinna fyri tann sosialdemokratiska flokkin Siumut síðan 2. juni 2009. Hon vaks upp í Norðurgrønlandi, pápi hennara, Piitaaraq Johansen, var veiðimaður og doyði í einari vanlukku meðan hann var á veiðiferð, tá var Aleqa bert 7 ára gomul. Mamma hennara, Ane-Marie Johansen (født Hammond), býr enn í Uummannaq. Í sínum ungdómsárum hevur hon ferðast kring stóran part av heiminum, eitt nú hevur hon verið á einum lestraruppihaldi á Nunavut Arctic College í 1989-91. Aleqa hevur HF-prógv og gekk nøkur ár á universitet i Kanada og í Grønlandi, men gjørdi seg ikki lidna við lesnaðin. Hon hevur starvast innan ferðavinnu og onnur øki, áðrenn hon fór uppí politikk. Í mars 2013 førdi hon flokk sín til stóran sigur, og so gjørdist hon fyrsta kvinnan, ið gjørdist stjórnarleiðari í Grønlandi. Maria Pompeu. Maria Pompeu (fødd 27. oktober 1936 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. 970-árini. Øldir: 9. øld - 10. øld - 11. øld Áratíggju: 920-árini 930-árini 940-árini 950-árini 960-árini - 970-árini - 980-árini 990-árini 1000-árini 1010-árini 1020-árini Ár: 970 971 972 973 974 975 976 977 978 979 960-árini. Øldir: 9. øld - 10. øld - 11. øld Áratíggju: 910-árini 920-árini 930-árini 940-árini 950-árini - 960-árini - 970-árini 980-árini 990-árini 1000-árini 1010-árini Ár: 960 961 962 963 964 965 966 967 968 969 950-árini. Øldir: 9. øld - 10. øld - 11. øld Áratíggju: 900-árini 910-árini 920-árini 930-árini 940-árini - 950-árini - 960-árini 970-árini 980-árini 990-árini 1000-árini Ár: 950 951 952 953 954 955 956 957 958 959 985. 985 (CMLXXXV) var sambært julianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum Heiðursmerkjabýtið á Vetrar-OL 2014. Her sæst yvirlit yvir heiðursmerki, sum vóru latin á vetrar-OL 2014 í Sotsji. Russland gjørdist eisini vinnari av kappingini við 13 gull heiðursmerkjum, 11 silvur og 9 bronsu. Noreg gjørdist nummar tvey, Kanada trý, USA fýra og Niðurlond gjørdust nummar fimm. "Vertslandið Russland sæst við lilla bakgrund." Ovurfiti. Fjórði hvør breti er ovurfeitur, og við verandi gongd verða 26 milliónir ovurfeit fólk í Bretlandi í 2030. Kanningar vísa, at meir enn ein millión bretar hava eitt BMI millum 40 og 50 – tvær ferðir so nógv sum tað, ið verður roknað sum sunt. Ovurfiti verður mett út frá BMI-talinum. Eitt BMI omanfyri 25 verður roknað sum fiti, og er BMI omanfyri 30 er talan um ovurfiti. Ovurfiti og diabetis 2 eru millum størstu heilsutrupulleikarnar kring allan Vesturheimin og tilburðirnir av ovurfita og diabetis 2 økjast á hvørjum ári. Kanningar, ið áður eru gjørdar í USA, Fraklandi, Svøríki og Bretlandi hava víst, at ovurfiti og diabetis økist. Ovurfiti hevur ótrúliga nógvar irriterandi trupulleikar við sær; yvirvekt og fiti økja m.a. vandan fyri diabetes 2 og hjarta- og æðrasjúkum, serliga um fitin situr um miðjuna. Likam okkara hevur feittgoymslur, sum eru neyðugar fyri, at likamið kann virka, sum tað skal. Um feittgoymslurnar eru ov stórar, er persónurin ov feitur. Feittgoymslurnar gerast ov stórar, um ein tekur meira orku inn, enn ein brennur. Við øðrum orðum: feitur verður tann, ið etur ov nógv og/ella rørur seg ov lítið. Ovurfiti kann arvast, men lívshátturin er kortini sera avgerandi fyri, um ein gerst feit/ur. Sambært WHO er økta mongdin av fitiríkum mati, salt og sukur, saman við ov lítlari rørslu orsøkin til økingina av ovurfita í heiminum í dag. Læknarnir hava tí forskriva matarvarni og venjing, sum neyðug amboð ímóti ovurfita. Hetta fokusera miðlarnir og handilsvinnan á, og kappast tí um at veita røttu venjing, kost, matarvanar og ráðgeving um rætta livimátan. Skeivur kostur og ov lítil rørsla hava við sær yvirvekt og ov høgt blóðtrýst, kolesterol og blóðsukur. Tað kann hava við sær diabetes 2 og viðvirka til hjarta- og æðrasjúkur. Eisini fáa fleiri, sum viga ov nógv, trupulleikar við ryggi og knøum. Somuleiðis fáa mong kensluna av tvørrandi sjálvsáliti. Hevur tú ov nógv kolesterol í blóðinum, veksur vandin fyri hjarta- og æðrasjúkum, sum til dømis blóðtøppum. Tess feitari mat, tess meiri kolesterol í blóðinum. Ovurfiti kann m.a. føra til strongd. Men strongd kann eisini føra til ovurfita. Ein ástøði í 2012 greiðir frá hvussu hetta hongur saman. Saman við ítrottagranskarinum, M. Dyrstad á UiS vendur Brynjar Foss sjóneyguna á sambandið millum strongd og ovurfita. Kanningin hjá teimum varð m.a. útgivin í tíðarritinum Medical Hypothoteses. Brynjar Foss og M. Dyrstad hava verið ígjøgnum fleiri ymiskar kanningar um evnið. Kanningin staðfesti, at øking í vektini og hækkan av kolestorol talinum, kroppurinsa svar uppá strongd, var mundandi hægri hjá fólki, ið orsaka av strongd høvdu tikið uppá í vekt. "Hevur ein ov høgt kolistoroltal, sær tað út til, at ein hevur lættari við at blíva ovurfeitur", sigur Brynjar Foss. Brynjar Foss og M. Dyrstad føra fram teirra hypotesu, um at strongd og ovurfiti styrkja um hvørt annað við sonevndari positivari afturkopling. Faktorur A økir faktor B, ið aftur økir um faktor A. Øking í vekt kann møguliga útloys strongd, ið aftur kann útloysa størri øking av vektini. Eisini tað at tapa seg kann útloysa leysgevan av kolesterol, ið aftur kann útloysa strongd og soleiðis mótvirka framhaldandi vekttapi, sigur Brynjar Foss og leggur afturat: "Tá tú byrjar at eta minni, so minkar kroppurin um fobrenningina. Byrjar tú at trena meira, so økir kroppurin um svongdarkensluna. Tá tú tekur uppá, so verður kroppurin strongdur". Ovát, vánalig heilsutrygd og lutfalsliga stórt fátækradømi eru millum fremstu orsøkir til, at USA hevur nógv ovurfeit fólk. Meir enn triði hvør vaksni amerikanari og 17 prosent av børnum og tanáringum eru ovurfeitir. Tølini úr OECD eru nøkulunda óbroytt 2003-2013, vísir ein kanning í 2014. Sambært kanningini er parturin av 2-5 ára gomlum, sum eru ovurfeit tó, farin úr 13,9 prosentum í 2003 niður í 8,4 prosent í 2012. Sodavatn og ringir kostvanar annars er ein av størstu orsøkunum til, at nógv fólk eru ovurfeit í USA. Listi. Tøl frá WHO í 2010 siga, at Nauru er tað landið í heiminum við flest ovurfeitum fólkum. Á listanum niðanfyri síggjast tey tíggju londini í heiminum, sum sambært WHO í 2010 hava flest ovurfeit fólk. BMI. Dømi: tú ert 175 cm høg(ur) og vigar 60 kg: BMI = 60 / (1,75×1,75) = 19,6, sum vit runda upp til 20. Um BMI er oman fyri 25, vigar tú, sambært altjóða mátum, ov nógv. Tað merkir kortini ikki, at tú hevur ov nógv feitt í kroppinum. Fólk við stórum vøddum ella tungari beinagrind kunnu hava høgt BMI uttan at vera ov feit. Men oftast er talan um ov nógv feitt í kroppinum, um BMI er oman fyri 25. Tað kann vera heilsuskaðiligt at viga ov lítið, og í tílíkum føri er týdningarmikið at økja vektina við sunnum kosti og rørslu. Vigar ein ov nógv, økist váðin fyri sjúku, til dømis sukursjúku, ov høgum blóðtrýsti og hjartasjúkum. Neyðugt at hava eitt sindur av feitti á kroppinum. Hjá mannfólki skal 10 % til 20 % av kropsvektini helst vera feitt. Hjá konufólki er tað 18 % til 25 %. Ein av møguleikunum at finna út av, um ein er yvirvektigur, er tann sonevndi BMI-prøvin. BMI sigur nakað um lutfallið millum tína vekt og hædd. BMI-roknarin gevur tær møguleika at vita, um tú ert ov feit(ur) ella ikki. Sjálvandi eru vit menniskju ymiskt uppbygd; tískil er talan um eina vissa margin, sum títt BMI kann liggja innanfyri. Um man vigar ov nógv, kann tað hava við sær ymsar sjúkur, so sum sukursjúku, hjartasjúkur, krabbamein og ov høgt blóðtrýst. Støðan í Føroyum og Norðurlondum. Í fólkaheilsukanningum í 2006 og 2007 varð m.a. spurt um vekt og hædd. Miðal BMI í kanningunum var fyri menn 27,1 og fyri konufólk 25,7. Kanningarnar vísa, at fólk í miðalstórum og smáum bygdum vanliga hava eitt hægri BMI enn tey, ið búgva í býum (yvir 150 íbúgvum). Og at fólk við teimum hægstu inntøkunum vanliga hava hægst BMI. Kanning, sum Gigni hevur gjørt, vísir, at BMI hjá 28 % av næmingum í 7. flokki er ov høgt. Kanning av 9. floks næmingum í Føroyum frá 2010/2011 vísir, at ein triðingur av næmingunum hava ein ella fleiri risikofaktorar, sum kunnu føra til týpu 2 diabetes. Harafturat vísir kanningin, at 37 % av næmingunum hava ættarbregði til diabetes í fyrsta ella øðrum liði. Ein triðingur rørir seg minni enn 60 minuttir um dagin, sum danska heilsustýrið tilmælir. Ein triðingur hevur ov høgt BMI, og afturat hesum var miðjumátið ov stórt hjá einum fjórðingi av børnunum. Hesar báðar kanningar geva eina ábending um, at lívsstílurin hjá børnum og ungum í Føroyum kann hava skaðiliga ávirkan á teirra heilsu. Kanningar vísa, at lívsstílurin, sum ein hevur sum barn ella ungur, ofta er tann sami, tá ein verður vaksin. Í heilsulýsingini hjá Landslæknanum eru tøl fyri sjálvfráboðað BMI hjá monnum og kvinnum í Norðurlondum. Tølini eru ikki nýggj, men í 2009 er BMI hjá føroyskum monnum næsthægst í Norðurlondum. Uppgerðin vísir, at 22 % av føroyskum monnum hava eitt BMI, sum er yvir 30. Íslendskir menn eru feitast, tí har hava 23 % av monnunum eitt BMI yvir 30. Klænast eru norskir menn, har 11 % av monnunum hava eitt BMI yvir 30 og danskir menn, har 12 % av monnunum hava eitt BMI yvir 30. Annars hava 19 % av grønlendskum monnum eitt BMI yvir 30, 16 % av finsku monnum og 13 % av svenskum monnum hava eitt BMI yvir 30. Uppgerðin vísir, at 16 % av føroyskum kvinnum hava eitt BMI yvir 30. Hinvegin eru grønlendskar kvinnur nógv feitast, har hava 27 % av kvinnunum eitt BMI yvir 30. Best stendur til í Noregi, har bara 8 % av kvinnunum hava eitt BMI yvir 30 og í Danmark hava 11 % av kvinnunum eitt BMI yvir 30. Annars hava 16 % av finskum kvinnum eitt BMI yvir 30, 19 % av íslendskum kvinnum og 13 % av svenskum kvinnum hava eitt BMI yvir 30. Talva. Eitt BMI á 18,5 til 24,9 verður mett at vera vanlig vekt, men er tann, sum hevur eitt BMI undir 18,5, er ov rak. Hinvegin er tað ov nógv at hava eitt BMI ímillum 25 og 30 og tann, sum hevur eitt BMI yvir 30, er feitur. Roknað verður við, at vanlig menniskju hava BMI ímillum 18,5 og 24,9. Ov høgt BMI er í sær sjálvum ein vandi; hevur tú BMI millum 40 og 44,9, er vandi fyri lívi og heilsu. Analog Norð. Analog Norð er ein føroyskur tónleikabólkur, ið tónleikarin, sangarin og hjartalæknin Jan Rasmussen hevur sett á stovn. Analog Norð hevur útgivið fleiri stakløg og gav út fyrstu fløguna í desember 2009. Danska tónleikablaðið Gaffa ummælti fløguna og gav henni trýggjar stjørnum.. Seinni í 2014 kemur væntandi ein nýggj fløga, segði Jan Rasmussen í samrøðu við Eyðfinn Jensen í útvarpssendingini Brunsj. 940-árini. Øldir: 9. øld - 10. øld - 11. øld Áratíggju: 890-árini 900-árini 910-árini 920-árini 930-árini - 940-árini - 950-árini 960-árini 970-árini 980-árini 990-árini Ár: 940 941 942 943 944 945 946 947 948 949 930-árini. Øldir: 9. øld - 10. øld - 11. øld Áratíggju: 880-árini 890-árini 900-árini 910-árini 920-árini - 930-árini - 940-árini 950-árini 960-árini 970-árini 980-árini Ár: 930 931 932 933 934 935 936 937 938 939 920-árini. Øldir: 9. øld - 10. øld - 11. øld Áratíggju: 870-árini 880-árini 890-árini 900-árini 910-árini - 920-árini - 930-árini 940-árini 950-árini 960-árini 970-árini Ár: 920 921 922 923 924 925 926 927 928 929 910-árini. Øldir: 9. øld - 10. øld - 11. øld Áratíggju: 860-árini 870-árini 880-árini 890-árini 900-árini - 910-árini - 920-árini 930-árini 940-árini 950-árini 960-árini Ár: 910 911 912 913 914 915 916 917 918 919 900-árini. Øldir: 9. øld - 10. øld - 11. øld Áratíggju: 850-árini 860-árini 870-árini 880-árini 890-árini - 900-árini - 910-árini 920-árini 930-árini 940-árini 950-árini Ár: 900 901 902 903 904 905 906 907 908 909 Føroysk Filmsfólk. Føroysk Filmsfólk er eitt føroyskt yrkisfelag fyri fólk, ið starvast innan filmslistina í Føroyum. Felagið varð sett á stovn 22. februar 2014. Nevndin. Í fyrstu nevndini hjá Føroyskum Filmsfólkum vóru vald sjey fólk. 890-árini. Øldir: 8. øld - 9. øld - 10. øld Áratíggju: 840-árini 850-árini 860-árini 870-árini 880-árini - 890-árini - 900-árini 910-árini 920-árini 930-árini 940-árini Ár: 890 891 892 893 894 895 896 897 898 899 Ingun í Skrivarastovu. Ingun í Skrivarastovu er ein føroyskur filmsframleiðari úr Havn. Hon eigur og rekur fyritøkuna Fish & Film. Hon er útbúgvin á Goldsmith filmskúlanum í London, har hon tók eina Master í Dokumentar. Hon var vertur í sjónvarpssendingini "Bassalt", ið varð víst í SvF í árunum frá 1996 til 2001. Hon arbeiddi eisini í myndasavninum hjá Sjónvarpi Føroya. Í 2001 flutti hon til London at nema sær filmslistarliga útbúgving og búði har í 11 ár, hon flutti síðan aftur til Føroya at búgva. Meðan hon búði í London stovnaði hon fyritøkuna Fish & Film og framleiddi dokumentarfilmar fyri Al-Jazeera English og Nordic kanalirnar. Ingun hevur framleitt filmin Vetrarmorgun, sum vann eina virðisløn á Berlinaluni 2014, Sakaris Stórá leikstjórnaði filmin og skrivaði handritið. Vetrarmorgun var fyrsti fiktivi filmurin, ið hon framleiddi. Í februar 2014 varð hon við til at seta á stovn eitt nýtt yrkisfelag fyri føroysk filmsfólk. Felagið Føroysk Filmsfólk varð sett á stovn 22. februar 2014 og Ingun var ein av teimum ið var vald í nevndina. Jan Rasmussen. Jan Rasmussen er ein føroyskur lækni, granskari, ph.d lesandi á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, tónleikari, sangari og sangskrivari. Hann er útbúgvin sum lækni frá Københavns Universitet. Hann hevur granskað í CTD sjúkuni, ið er serliga vanlig í Føroyum. Í mai 2012 varð ein grein um CTD í Føroyum almannakunngjørd í altjóða viðurkenda vísindaliga tíðarritinum "Journal of inherited metabolic disease". Tað vóru Jan og Høgni Djurhuus, yvirlækni á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, saman við starvsfeløgum í Keypmannahavn hava skrivað greinina, sum hevur heitið: "”Primary carnitine deficiency and pivalic acid exposure causing encephalopathy and fatal cardiac events”". Sum tónleikari hevur Jan serliga verið virkin í bólkinum Analog Norð, sum hevur útgivið eina fløgu í 2009 og væntandi gevur út aðru fløguni í 2014. Tónleikurin ið hann ger er elektroniskur popptónleikur. Hann ger tað mesta sjálvur, framleiðir, spælir og programmerar, men til konsertir hevur hann aðrar tónleikarar afturat sær. Haldurs Café. Haldurs Café er ein føroyskur tónleikabólkur. Jan Petersen. Jan Petersen er ein føroyskur tónleikari og sangskrivari. Hann var stigtakari, tónasmiður og tónleikari í tónleikabólkinum Haldurs Café, sum gav út "Fjart í ringrás" í 1997. Inngangin til "Fjart i Ringrás" eigur Unn Patursson og Rógvi á Rógvi framleiddi fløguna Haldus Café. Í februar 2014 gav hann út sína fyrstu fløgu undir egnum navni, fløgan hevur heitið "Enter". Níggju løg eru á fløguni, harav eitt er instrumentalt. Jan hevur gjørt fimm av løgunum, meðan Ingun Simonsen hevur gjørt eitt lag. Steffen Gilmartin, sum luttók á donsku X Factor kappingini um sama mundi, sum fløgan hjá Jan kom út, hevur yrkt fleiri av tekstunum saman við Jan og hevur gjørt tvey av løgunum. Tónleikaframleiðarin Martin Frank eigur tað instrumentala lagið. Haldur Suni Johansen, sum átti tekstirnar á "Haldurs Café", eigur tekstin til lagið hjá Ingun Simonsen, "Følist sum í Fongsli", sum Anna Maria Olsen syngur. Jensina Olsen. Jensina Olsen er fødd í 1970. Hon er ein føroysk songkvinna, sangskrivari, skemtari, sjónleikarinna og framleiðari av barnasendingum til sjónvarp og útvarp. Lívsleið. Jensina Olsen hevur nomið sær útbúgvingar á ymsum stigum innan allar listagreinir, og hevur gingið sína egnu leið hesum viðvíkur. Hon hevur gingið á tónleikaskúlum, sjónleikaskeiðum og myndlistaskúla, og arbeitt miðvíst eftir, at skapa sína egnu útbúgving, ið fevndi øll ting, ið høvdu hennara áhuga. Sum tannáringur byrjaði hon at ganga til drama, og varð bitin av pallarbeiði alt fyri eitt. Hon leikti nógvar leikir saman við bólkinum 'Grímulingum, og gjørdi ma.tilfar til sjónvarpskalendarin í 1987. Hon skrivaði sangir og var ma.klóvnurin ið ikki dugdi at halda jól, sum nógv børn vórðu øðiliga glað fyri tá. Hon var við í 'Flatt av flatlondum', ið er tann fyrsta føroyska satirusendingin til Sjónvarp. Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale gjørdu tilfarið til hesa sending, sum fólk tóku til sín. 'Ís, eru tit frá Føroyar', var ein setningur, sum gekk aftur rættiliga leingi. Frá 1997 til 2009 var Jensina við í virkna útisetakórinum MPIRI. Hon sang altrødinna øll árini, og var forkvinna í kórinum í 7 ár. Kórið hevur givið út fløgur og hevur gjøgnum árini havt sum høvuðsendamál at fáa til vega nýggjan føroyskan kórtónleik. Hetta eyðnaðist kórinum sera væl. Kórið sang eitt nú kór á fløguverkætlanum hjá artisum sum Eivør, Teiti og Valravn. Fløgurnar Asbest frá 2001 og Upp gleðist 2008, eru givnar út av kórinum gjøgnum plátufelagið TUTL. Her syngur Jensina ma.solo á nøkrum av løgunum. Hesi ár, var hon eisini virkin innan annað mentanarligt virksemi sum útiseti. Skipaði fyri og var eisini í nevnd í Listafelagnum í Keypmannahavn. Fra 2001 til 2004 gekk Jensina á Billedskolen á Jagtvej í Keypmannahavn. Hon hevði áðrenn framsýnt í nøkur ár. Jensina hevði serframsýningar og framsýndi saman við øðrum føroyingum í eitt longri tíðarskeið. Hon arbeiddi við størri installatiónum, pappírsarbeiði, oljumálningum og vatnlitum. Tað eyðkenda við hennara myndum, er litsamansetingarnar og tað sera livandi úttrykki, ið er musikalskt og rútmiskt samansett. Eitt eyðkenni við hennara myndum, er at hugflogið hevur frítt spæl uppá allar mátar, og ein serlig verð verður gjørd. Eftir Billedskolen, las hon fulla tid til vaksinundirvísara a Pædagogisk center á Amager. Í sangleikinum Fame, leikti Jensina í 2006 tann stranga og nærum óblíða karakterin sum skúlastjóri. Talan bleiv um 23 útseldar sýningar í Norðurlandahúsinum. Í 2006 varð hon eisini kosin ársins singer/songwriter í Hafnia kappingini, og orsaka av tí, kom fløgan 'Eitt sidnur av tí blá' út. Har er sangurin 'Lívið lær' at finna, ið hon sang saman við systrini Annu Mariu Olsen í sjónvarpssendingini Mælt hjá Kringvarpi Føroya. Fløgan er spæld inn live í Studio 2 í Kringvarpi Føroya. Tónleikarir á fløguni eru Jensina Olsen (sang/akk.guitar), Rógvi á Rógvu(tr), Mikal Blak (bs), Leivur Thomsen (gui), Finnur Hansen (tangentar og ljóðarbeiði) Í 2007 gjørdi hon 22 partar av einum dukkufilmi ið kallaðist Sópa, og varð hetta ein partur av sendingunum 'Rógvi og drekin'. Í 2008 skrivaði og gjørdi Jensina tónleik til konseptið 'Ding dang Pappsang'. Hetta bleiv til 11 partar, sum nú eru at fáast á DVD. Hesar sendingar eru samantvinnaðar soleiðis, at flest øll kunnu hyggja eftir teimum. Sum hon sjálv sigur, so eru sendingarnar til børn frá 0-109 ár. Hon hevur gjørt fleiri sangir til børn, og gav út fløguna 'Barnahjartafløga' í 2009, og har gjørdist ein sangur í hvussu so er eitt stórt hitt í Føroyum, tað var sangurin "Føðingardagsbamsan", ella 'Góða bamsa' sum nógv valdu at kalla hann. Hann varð ein rættilig landaplága. Í 2010 fekk hon Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri tað føroyska barnatilfarið hon hevur skapað gjøgnum ár og dag. Í 2011 var hon partur av einari verkætlan saman við Aldubáruni, Edward Fuglø og Páll Sólstein, verkætlanin gjørdist til útgávuna Janus er ein stjørna, tað var Edward Fuglø, ið skrivaði søguna og teknaði, Páll Sólstein gjørdi tónleikin, Jensina fortelur søguna og tónleikarar í Aldubáruni spæla tónleikin. Jensina hevur ikki bara gjørt tónleik til børn. Í 2012 vórðu sendingarnar 'Ding ding Pippting' framleiddar, meðan hon starvaðist í KVF fulla tíð. Hetta bleiv til 8 partar, sum síðani eru komnir út á DVD. Í 2013 gjørdist hon sjálvstøðgug, og fæst við alt frá at undirhalda, vera við í leikum, verkætlanum og arbeiðir stødugt vid at fáa nýtt listarligt tilfar til vega av ymsum slag. Jensina hevur spælt við í filmunum "Summarnátt" og "Vetrarmorgun", sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað. Í Vetrarmorgun sást hon ikki, har legði hon rødd til mammuna, og gjørdi senografi. Í 2015 tulkaðu hon og Finnur Hansen barnabókina 'Og várið kom'. Knút Olsen hevur skrivað løgini, Alexandur Kristiansen hevur skrivað yrkingarnar og Bárður Jákupsson hevur málað vatnlitsmálningarnar. Sama ár komu eisini 10 partar av sendirøðini 'Hey', har Ljóðfílurin og hon aftur upplivdu ting saman. Ingun Simonsen. Ingun Simonsen er ein føroysk songkvinna, tónasmiður og sangskrivari. Hon útgav tvær tónleikaútgávur í 1980-árunum, báðar útgávur vóru útgivnar hjá H.C.W. Tórgarð sum lp og kasettuband. Í 1984 útgav hon "Áh, um eg kundi", har eitt nú sangurin við sama heitið var nógv at hoyra í Útvarpi Føroya, Ingun gjørdi lagið til sangin og Eir í Ólavstovu skrivaði yrkingina. Í 1987 útgav hon "Eg vil liva". Ingun hevur gjørt løg til aðrar tónleikarar, eitt nú hevur gjørt eitt av løgunum á fyrstu útgávuni hjá Jan Petersen í februar 2014. Beyond the Grey. Beyond the Grey varð útgivin 3. juni 2011 av Tutl. Guðrið Hansdóttir hevur skrivað løg og tekstir og syngur sjálv. Love Is Dead. Love Is Dead var fyrsta solo tónleikaútgávan hjá Guðrið Hansdóttir, Tutl gav fløguna út í 2007. Heinrich Heine. Christian Johann Heinrich Heine (føddur 13. desember 1797, deyður 17. februar 1856) var ein av teimum týdningarmiklastu týsku romantisku yrkjarunum. Føroyska skaldið Poul F. Joensen týddi nakrar yrkingar eftir Heine, eitt nú "Tú hevur tær dýrastu perlur", sum Guðrið Hansdóttir hevur gjørt lag til (2014), Regin Dahl hevur eisini gjørt lag til yrkingina, sum Rúni Brattaberg syngur. Sputnik (tónleikabólkur). Sputnik var ein tónleikabólkur úr Suðuroynni, sum varð stovnaður í 1975 og var virkin til 1991. Tó hevur orkestrið havt onkra einstaka framførslu síðan, eitt nú í 2007, tá brøðurnir Jens og Marner Lisberg saman við Jens Johannesen og øðrum tónleikarum spældu til dans í ítróttarhøllini í Trongisvági. Forsangari í bólkinum var Jens Lisberg. Sputnik. *Sputnik (tónleikabólkur) úr Suðuroynni, virkin frá 1975 til 1991. LGBT Føroyar. LGBT Føroyar er ein rørsla til frama fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyum, ið varð stovnað á aðalfundi hin 1. juni 2011. Stigtakari til stovnandi aðalfundin var Eiler Fagraklett. Bókstavirnir LGBT standa fyri "Lesbians, Gays, Bisexual, and Transgender" – á føroyskum samkynd, tvíkynd og transpersónar. Styttingin LGBT verður eisini brúkt í fleiri øðrum londum. Áðrenn LGBT Føroyar varð sett á stovn, varð eitt annað felag ið hevði sama endamál, hetta felagið nevndist Friðarbogin og varð stovnað í 2003. Friðarbogin fekk fyrst navnið "Ælabogin", men tað varð kært yvir navnið, tí eitt orkestur fyri fólk ið bóru brek varð longu stovnað frammanundan og brúkti navnið Ælabogin. Eftir tað broytti felagið navnið til "Friðarbogin", men í 2011 varð nýtt felag stovnað við altjóða heitinum LGBT, føroyska felagið eitur so LGBT Føroyar. Í 2012 skipaði felagið fyri Faroe Pride, har nógv fólk luttóku. Faroe Pride hevur verið fyriskipað 27. juli síðan tá. Føroya Pride varð fyriskipað í 2005, 2007 og 2008. Róland virðislønin 2014. Dómsnevndin segði: "Virðislønin verður árliga latin til heiðurs um minnið eftir Róland Samuelsen, til ein móttakara, sum LGBT Føroyar metir hevur givið eitt týdningarmikið og lívslangt íkast til stríðið fyri javnbýtisrættindum millum hinkynd og samkynd í Føroyum. Samstundis skal viðkomandi hava verið við til at kasta eitt jaligt ljós á LGBT føroyingar. Hesin heiður fellur í 2014 á Rasmus Rasmussen, sála. Uttan at vilja tað, gjørdist Rasmus fyri nøkrum árum síðani miðdepil í stríðnum hjá LGBTarum í Føroyum, tí hann vegna sína kynsligu sannføring varð álopin. Hetta hevði stórar persónligar fylgjur fyri Rasmus og hansara nærmastu, men gjørdist eisini tað, sum endaliga slóðaði fyri, at fólk fyri fyrstu ferð í Føroya søgu vóru vard vegna sína kynsligu sannføring. Rasmus er farin, men ein litfagur varði stendir eftir hann. Tað vitnaðu vit aftur nú, hansara síðsti dreymur um, at eitt Fountain House varð sett á stovn í Føroyum, gjørdist veruleiki. Hóast lívið gjørdist alt ov stutt, so hevur henda friðarliga hetjan sett djúp og varandi spor eftir seg. Bæði í okkara minni, men eisini fyri okkara framtíð. LGBT Føroyar takkar Rasmusi almikið fyri hansara íkast til okkara felagsstríð fyri javnrætti. Tú ert ein av okkara stóru hetjum. Forever and beyond!" Pápi Rasmus, Mortan Rasmussen, tók ímóti virðislønini. Ársins miðlavirðisløn 2014. Henda virðisløn verður latin til fólk, feløg ella miðlar, sum eru við til at kasta eitt rættvíst og jaligt ljós á føroyskar LGBTarar umvegis ein almennan miðil. Á hendan hátt er viðkomandi við í okkara bardaga fyri javnrættindum og ymiskleika í Føroyum. Dómsnevndin segði m.a.: "Sakaris Stórá hevur umvegis stuttfilmar sínar Summarnátt og Vetramorgun verið við til at kasta eitt veruligt og jaligt ljós á føroyskan LGBT ungdóm. Hesir vøkru og læruríku stuttfilmar bróta upp úr nýggjum og tora at siga søgur, sum áðrenn hava verið tagdar burtur í føroyska mentanarlívinum. Vegna hetta megnar miðlaavrik, vilja LGBT Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka Sakarisi fyri, at vit nú eisini kunnu endurspegla okkum í føroyskum stuttfilmum. Vónandi eru hesar stuttfilmar einans byrjanin til eitt langt og bjart lívsyrki innan føroyskan film. Drív á, Sakaris!" Ársins hinskynd 2014. Dómsnevndin segði: "Henda virðisløn verður latin fyri drúgva stríð tykkara fyri javnrættindum hjá LGBT føroyingum, og fyri at leggja fram uppskot fyri Føroya Løgting um dagføring av hjúnabandslógini, so samkynd eisini kunnu giftast borgarliga í Føroyum - eins og í øllum øðrum Norðurlondum. Vegna hetta søguliga avrik, vilja LGBT Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka tykkum fyri tað týdningarmikla arbeiði og tann dygga stuðul tit hava víst okkum. Hetta fara vit ongantíð at gloyma. Tykkara jaliga pláss í føroyskari søgu, er longu væl og virðiliga tryggjað! Drívið á!" Oyggjaland í sól. Oyggjaland í sól varð givið út sum kasettuband í 1984. Tað var Sputnik av Tvøroyri, ið gav út bandið. Fleiri av sangunum gjørdust landaplágur. Lykke Li. Li Lykke Timotej Svensson Zachrisson, betri kend sum Lykke Li (fødd 18. mars 1986 í Ystad) er ein svensk songkvinna og sangskrivari. Ronnie Nielsen. Ronnie Nielsen er ein føroyskur tónleikari og sangari. Hann er føddur í Keypmannahavn og vaks upp har tey fyrstu 11 árini. Mamma hansara er norsk, pápin dani. Pápin doyði tá íð Ronnie og beiggji hansara (Jan Ralph Nielsen) vóru 2 og 4 ára gamlir. Seinni var mamman forlovað við einum sumbingi, ið gjørdist fosturpápi Ronnie. Tey fluttu til Sumbiar í 1973, tá var Ronnie 11 ára gamal. Ein av vinmonnum hansara gjørdist Georg eystan Á. Teir og aðrir sumbingar stovnaðu orkestrið Fire Star. Teir spældu til dans í Suðuroynni og norðanfjørðs og góvu eina plátu út. Ronnie spældi við bólkinum Black Birds í nøkur ár. Hann spældi eisini við Paragraff og Devon. Hann hevur spælt nógv sum studiotónleikari, hann spælir á fleiri ymisk ljóðføri, eitt nú guittar og trummur. Hann hevur m.a. Spælt saman við Frændum og Kára P. Privat býr hann saman við Rúnu av Heygum. Tey bæði framføra av og á tónleik saman. Tólvti maður. Tólvti maður var útgivin sum fløga (CD) í 1998 og er ein tónleikaútgáva við fótbóltssangum til føroyska landsliðið. Hjarnar. Hjarnar var ein føroyskur tónleikabólkur úr Klaksvík. Forsangarin í bólkinum var Karl Martin Samuelsen. Karl Martin Samuelsen. Karl Martin Samuelsen (føddur 12. oktober 1957) úr Klaksvík er ein føroyskur tónleikari, sangari og tónasmiður. Hann hevur verið sera virkin í føroyska tónleikalívinum og hevur verið ella er limur í hesum orkestrum/kórum: Hjarnar, Joka, Karl Martin og Margreta, Karl Martin og Rúna, Anfinn og Co., Tórshavnar Manskór. Karl Martin og Margreta. 2003 – Ung um aldamótið II, sangurin "Nýt hjálm" á fløgu 2 Holgar Jacobsen. Holgar Jacobsen spælir á tiltakinum Blues Perlan í 2014. Holgar Jacobsen (føddur 1963) úr Sørvági er ein føroyskur tónleikari, sangari og sangskrivari. Hann hevur verið virkin í bólkunum Ghost Riders, Sørvings, Holgar & Villmenn/Villmenn og Tinganest. Í 2010 útgav hann sína fyrstu soloútgávu, "Kanska tú svav", og í 2013 kom seinna útgáva hansara, "Ongan veg". Kumi Koda. Kumiko Kōda (神田 來未子 Kōda Kumiko?, fødd 13. november 1982), betri kend sum Kumi Koda (倖田 來未 Kōda Kumi?), er ein japonsk songkvinna frá Kyoto, sum er kend fyri sínar R&B sangir. Føroyingarnir Bárður Háberg og Óli Jógvansson frá Baroli Music hava skrivað sangir til hana, eitt nú hava teir verið við til at skrivað sangin "LOL" á fløguni Bon Voyage og "So Nice" á fløguni Japonesque frá 2012. Báðar útgávur gjørdist nummar eitt á japanska Orion sølulistanum fyrsta dagin og fyrstu vikuna. Kumi Koda útgav sítt fyrsta staklag, "Take Back", í 2000, tað var tó ikki fyrr enn seinni at hon gjørdist kend, tá hon útgav sína sjeyndu stakfløgu, "Real Emotion/1000 no Kotoba", teir sangirnir vóru nýttir sum temaløg í videospælinum Final Fantasy X-2. Hon gjørdist uppaftur meira kend, tá hon útgav sína fjórðu studofløgu Secret (2005), tað 16. stakfløguna "Butterfly" (2005) og hennara fyrstu "greatest hits album" "Best: First Things" (2005), sum gjørdist ávikavist nummar trý, tvey og eitt á hittlistum. Koda hevur selt meira enn 15 milliónir fysiskar fløgur/plátur bara í Japan, og tað ger hana til 18. best seljandi japonsku songkvinnuna yvirhøvur gjøgnum allar tíðir. Ryhor Baradulin. Ryhor Ivanavich Baradulin (Hvítarussiskt: Рыго́р Іва́навіч Бараду́лін; føddur 24. februar 1935 í Verasowka, deyður 2. mars 2014 var ein hvítarussiskur rithøvundur, yrkjari og týðari. Hann varð útbúgvin á Belarusian State University í Minsk í 1959 og starvaðist eitt nú sum ritstjóri á ymiskum tíðarritum og tíðindabløðum. Hann var limur í Hvítarusslands Rithøvundafelag. Hann gjørist tann seinasti ið fekk heitið "Fólksins skald" (1992). Hann gav sínar fyrstu yrkingar út í 1953 í tíðindablaðnum "Chyrvonaya zmiena". Fyrsta bókin við yrkingum var "Maladzik nad stepam", sum kom út í 1959. Hann hevur útgivið umleið 70 yrkingasøvn. Í 2006 var Ryhor Baradulin tilnevndur Nobelvirðislønina í bókmentum fyri yrkingasavnið "Ksty". Hamas. Hamas er sambært ES, USA, Kanada, Avstralia, v.fl. "ein fundamentalistiskur muslimskur yvirgangsfelagsskapur" sum hevur gjørt um seg í serliga Palestina. Hamas og Fatah, undirskrivað eina friðaravtalu í mai í 2011; Hamas og Fatah hava verið í stríði við hvønn annan síðani 2006, tá Hamas framdi eitt hernaðarkvett ímóti stjórnarberandi flokkinum, Fatah, og tók valdið í Gazageiranum. Fatah hevur myndað palestinsku stjórnina á Vestara Áarbakka, og hesi bæði økini hava síðani verið tvær púra atskildar territoriellar og politiskar eindir við hvør sínari leiðslu. Fatah og palistinski leiðarin Mahmoud Abbas skrivað 4. mei í 2011 undir sameiningarsáttmála við yvirgangsfelagsskapin Hamas. Talan er um sáttmála, sum m.a. ber við sær eina felagsstjórn at stjórna Vestara Áarbakka og Gazageiranum og endurstovan av PLO. Fatah og Abbas vóru og eru enn fullgreiðir yvir, at samanrenningin merkir stríð við Ísrael. Hamas byggir alt sítt tilvergrundarlag á at javna Ísrael við jørðina og at reka allar jødar til havs verður tagt burtur. ”Tú kann ikki hava frið bæði við Hamas í Gaza og Ísrael, vel friðin við Ísrael”, hesi vórðu greiðu boðini frá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu til leiðara palestina Mahmoud Abbas í 2012. Hamas hevur sent út við 7000 rakettir inn í Suðurísrael millum 2005 og 2009. PlayStation. PlayStation er spælimaskinur frá Sony. Fyrsta PlayStation hjá Sony kom út í 1994, og síðani tá hevur hon fingið fastatøkur á vaksnum eins væl og børnum og ungum. Í 2000 kom PlayStation 2, og hon er tann best umtókta higartil við 155 milliónum seldum eintøkum 28. desember 2012. Í 2006 kom PlayStation 3, sum í november 2013 hevði selt meir enn 80 milliónir eintøk, og seint í fjør kom so PlayStation 4. Sony hevur selt væl fleiri PlayStation 4 enn roknað varð við í fíggjarætlanini hjá fyritøkuni. Í november 2013 kom PlayStation 4 hjá Sony á marknaðin í USA og Vesturevropa, og í í mars 2014 boðar Sony Corp frá, at higartil eru meir enn seks milliónir PlayStation 4 seldar kring heimin. Tað er væl meira, enn fyritøkan hevði roknað við. Í fíggjarætlanini hjá Sony Corp varð vónað, at við endan av mars vóru fimm milliónir PlayStation 4 seldar, men longu nú er sølan farin upp um seks milliónir. Í Japan kom PlayStation 4 í handlarnar 22. februar. Miðkringur. Miðkringur (ekvator) er gjørdur kringur beint tvørtur um miðjuna á jørðini. Ekvator er ikki einans linjan, sum býtir jørðina í norðaru og syðru hálvkúlu. Tað er eisini heimsins kraftmiðdepil, tá veðurlag og framvøkstur um ræður. Her ið sólarmegin er mest, er menningargongdin skjótari enn aðrastaðni. Ekvator umfatar ikki meir enn 5 % av jarðaryvirflatuni, men er heimstaður hjá 50 % av heimsins djóra- og plantusløgum. Miðkringur er 40 075 kilometrar ella 21 639 sjómíl. Evrasia. Evrasia er felagsheiti ið verður nýtt um Evropa og Asia. Jarðfrøðiligt eru Evropa og Asia ein partur av víðfatandi landaøkinum, Evrasia, sum er úrslit av nógvum samanstoytum, harav komu stórar fjallarøðir, djúpir dalar og stór høv, sum bæði eru komin og farin fyri langari tíð síðan. 880-árini. Øldir: 8. øld - 9. øld - 10. øld Áratíggju: 830-árini 840-árini 850-árini 860-árini 870-árini - 880-árini - 890-árini 900-árini 910-árini 920-árini 930-árini Ár: 880 881 882 883 884 885 886 887 888 889 870-árini. Øldir: 8. øld - 9. øld - 10. øld Áratíggju: 820-árini 830-árini 840-árini 850-árini 860-árini - 870-árini - 880-árini 890-árini 900-árini 910-árini 920-árini Ár: 870 871 872 873 874 875 876 877 878 879 860-árini. Øldir: 8. øld - 9. øld - 10. øld Áratíggju: 810-árini 820-árini 830-árini 840-árini 850-árini - 860-árini - 870-árini 880-árini 890-árini 900-árini 910-árini Ár: 860 861 862 863 864 865 866 867 868 869 850-árini. Øldir: 8. øld - 9. øld - 10. øld Áratíggju: 800-árini 810-árini 820-árini 830-árini 840-árini - 850-árini - 860-árini 870-árini 880-árini 890-árini 900-árini Ár: 850 851 852 853 854 855 856 857 858 859 Ólavur Højgaard. Ólavur Højgaard er ein føroyskur tónleikari, sangari og sangskrivari. Í 1980-árunum var hann virkin í tónleikabólkinum Vestmenn úr Vestmanna. Ólavur og Martin Joensen gjørdu løgini, t.d. gjørdi Ólavur lag til sangin "Leygarkvøld í Havn", meðan Martin skrivaði tekstin. Sangurin gjørdist ein landaplága og verður ofta sungin til veitslur kring alt landið. Í 2000-árunum gav hann tvær fløgur út í egnum navni, "Úr Vestmanna til Nashville" kom í 2005 og "When I'm Dreaming" varð útgivin í 2008. Ólavur starvast sum tali- og hoyriráðgevi á Sernám. Herólv Andreassen. Herólv Andreassen var ein tónleikari og sangari, sum var ættaður úr Froðba. 840-árini. Øldir: 8. øld - 9. øld - 10. øld Áratíggju: 790-árini 800-árini 810-árini 820-árini 830-árini - 840-árini - 850-árini 860-árini 870-árini 880-árini 890-árini Ár: 840 841 842 843 844 845 846 847 848 849 830-árini. Øldir: 8. øld - 9. øld - 10. øld Áratíggju: 780-árini 790-árini 800-árini 810-árini 820-árini - 830-árini - 840-árini 850-árini 860-árini 870-árini 880-árini Ár: 830 831 832 833 834 835 836 837 838 839 Kaggin - sangur og skemt. Kaggin - sangur og skemt er ein dupult fløga, sum Kaggin í Havn gav út í 2009. Robert 25 ár. Robert 25 ár er ein føroysk tónleikaútgáva, sum Robert Mc Birnie gav út í 1984 sum lp og kasettuband. Maria Anna Madia. Maria Anna Madia, betri kend sum Marianna Madia, (fødd 5. september 1980 í Róm) er ein italskur politikari, limur í Demokratiska Flokkinum (Partito Democratico) og limur í italska tinginum, í deputerkamarinum, síðan 2008. Síðan 21. februar 2014 hevur hon verið ráðharri í Almennari fyrisiting og í stjórnini hjá Matteo Renzi. Í 2013 giftist hon films og sjónvarpsframleiðaranum Mario Gianani, tey eiga tvey børn: Francesco og Margherita, seinna barnið varð borið í heim hin 8. apríl 2014. Taxi. Taxi var ein føroyskur rock/pop tónleikabólkur, sum var virkin í seinnu helvt av 1990-árunum. Bólkurin vann Prix Føroyar í 1999. Tað vóru Kim Hansen, Kaj Johannesen og Jón Mc Birnie, ið stovnaðu bólkin. Kim og Kaj høvdu spælt saman fyrr í Moirae saman við Terja Rasmussen og øðrum. Teir góvu eina EP fløgu út í 1999, sama ár sum teir vunnu Prix Føroyar. Aðrir hava eisini spælt við í bólkinum: Magnus Johannessen á keybord og Jim Skou Andersen á saxofon. Í 2001 spældi Janus Kampmann guitar í Taxi. Krim hálvoyggin. Í eystri hevur Krim mark við Russland. Krim hálvoyggin við Svartahavið hoyrir til Ukraina, men meirilutin (59 %) av íbúgvunum har eru russarar. Krim hálvoyggin (ukrainskt: Кримський півострів) er partur av Ukraina í Eysturevropa, men hevur eina serstøðu sum sjálvstýrandi. Meginparturin av íbúgvunum eru russisk ella ynskja tættari tilknýti til Russland heldur enn ES; á Krim hálvoynni búgva heili 59 % russar. Krim hálvoyggin gjørdist ikki partur av Ukraina fyrr enn í 1954. Krim hevði verið eitt tjóðveldi í Sovjetsamveldinum, men bleiv tá til ein landslut í Ukraina. Sunnan fyri fjøllini á hálvoynni Krim er sera lýtt og nóg mikið av avfalli. Har vaksa t.d. víntrø og olivintrø, tubbak og suðrønir vøkstrir. Við strendurnar stendur hópur av gistihúsum og ferðamannaheimum at taka ímóti øllum teimum mongu ferðafólkum úr t.d. Russlandi, sum her koma at hvíla seg í summarfritíðini. Tað búgva umleið 2,4 milliónir fólk á Krim. Søga. Fornu grikkar settu býir á stovn har longu fyri Krist. Bisantiska ríkið var har, so komu muslimar - tatarar og turkar. Russland vann Krim frá gamla turkiska stórveldinum í 1783. Tá komu russar fyrst hagar. Í sovjettíðini var Krim upprunaliga ein partur av russiska lýðveldinum. Men í 1954 valdi táverandi leiðari í Sovjet, Nikita Hrustjøv, ið sjálvur varð ættaður úr Ukraina, at lata Ukraina fáa hálvoynna. Í gamla Sovjet høvdu mørkini millum tey ymsu lýðveldini bara symbolskan týdning, vóru ofta tilvildarlig og endirspeglaðu ikki ta etnisku myndina. Hetta gav bakkast seinni, tá ið Sovjetsamveldið datt sundur. Russarar eru ein meiriluti av umleið tveimum milliónum íbúgvum í Krim. Nógv teirra kendu seg svikin, tá ið nýggja Russland við Boris Jeltsin á odda góðkendi markið hjá Sovjet-Ukraina sum markið hjá ukrainska fullveldisríkinum. Russiska innrásin. Russland gjørdi innrás í Krim 26. februar 2014. Tann spenta støðan í Ukraina, serliga í hálvoynni Krim við Svartahavið og hernaðarliga uppíblandingin av Russlandi fær m.a. ES, USA, Avstralia, Kanada, Norra, v.fl. at umhugsa síni framtíðarviðurskifti við Russland, ikki minst á handilsøkinum. NATO stuðla eisini stjórnina í Ukreina og biður Russland um at halda altjóða avtalur og NATO biður eisini báðar partar um at finna eina friðarliga loysn á trupulleikunum í Ukraina. Støðan á Krim hálvoynni er sera kritisk í mars 2014, eftir at russiskar deildir eru streymaðar inn um markið í tí ukrainskir myndugleikar kalla eina krígsavbjóðing. Stjórnin hjá Renzi. Stjórnin hjá Renzi er tann 63. stjórnin í Italia. Stjórnin var skipað hin 22. februar 2014 við einari samgongu við limum úr fýra flokkum og trimum uttanflokka tinglimum: Demokratiski Flokkurin (Partito Democratico, PD, ein sosialdemokratiskur flokkur), Nýggi Mið-Høgri (Nuovo Centrodestra, NCD), Scelta Civica (liberalur miðflokkur, SC), the Unione di Centro (UdC, ein kristin demokratiskur flokkur). Demokratiski Flokkurin (Italia). Demokratiski Flokkurin ella Partito Democratico er ein italskur mið-vinstra-flokkur, sum var stovnaður í oktober 2007. Formaður fyri flokkin er Nicola Zingaretti. HB 100. HB 100 er ein føroysk tónleikaútgáva, sum Havnar Bóltfelag gav út í 2003 í sambandi við at felagið fylti 100 ár í 2004. Eyðfinn Jensen. Eyðfinn Jensen er ein føroyskur tónleikari, sangskrivari, framleiðari og miðlafólk. Síðan 2005 hevur hann starvast í Kringvarpi Føroya, har hann er tónleikasamskipari og stendur fyri sendingini Brunsj, har hann hevur samrøðu við føroyskar tónleikarar og onnur, hevur samrøðu við Niels Una Dam, sum einaferð um vikuna ummælir eina føroyska tónleikaútgávu. Eyðfinn var ein av stigtakarunum til at seta á stovn Faroese Music Awards, sum er eitt samstarv millum Kringvarpið, Norðurlandahúsið og Miðlahúsið. Frá 2000 til 2005 starvaðist hann á MediaMusic ApS. Eyðfinn var umboðsmaður hjá føroyska gentubólkinum Faroe 5, sum var nógv frammi í seinna helmingi av 2000-árunum, tað vóru hann og Kári Jacobsen sum settu bólkin saman av fimm føroyskum gentum. Eyðfinn hevur eisini roynt seg sum dómara í altjóða tónleikakappingum, hann var dómari til GBOB 2007 tónleikakappingina í Føroyum. Matteo Renzi. Matteo Renzi (føddur 11. januar 1975 í Firenze) er ein italskur politikari fyri Demokratiska Flokkin (Partito Democratico). Hann var forsætisráðharri í Italia frá februar 2014 til desember 2016. og síðan 2013 formaður fyri sín flokk. Hann er útbúgvin løgfrøðingur. Napolitano forseti heitti á hann um at skipa stjórn hin 17. februar 2014. Hin 21. februar hevði hann nøvnini klár til nýggju stjórnina, og dagin eftir, hin 22. februar 2014, varð Renzi útnevndur sum forsætisráðharri í Italia, og gjørdist harvið tann yngsti nakrantíð, sum hevur verið forsætisráðharri í Italia, hann var 39-ára gamal, tá hann gjørdist forsætisráðharri. Hann var borgarstjóri í Firenze frá 22. juni 2009 – 4. mars 2014 og forseti í Firenze landslutinum frá 2004 til 2009. Ung um aldamótið II. Ung um aldamótið II er ein dupult fløga og DVD, sum Tutl gav út í 2003. Karl Martin og Margreta. Karl Martin og Margreta var ein føroyskur tónleikabólkur, sum útgav tríggjar fløgur í fyrru helvt av 1990-árunum. Tey ið sungu í bólkinum og løgdu navn til vóru Karl Martin Samuelsen og Margreta Poulsen. Tey sungu mest sangir til børn. Maria Elena Boschi. Maria Elena Boschi, (fødd 24. januar 1981 í Montevarchi) er ein italskur løgfrøðingur og politikari. Hon er limur í Demokratiska Flokkinum (Partito Democratico) og limur í italska tjóðartinginum, í deputerkamarinum, síðan 2013. Síðan 21. februar 2014 hevur hon verið ráðharri fyri grundlógarbroytingum í stjórnini hjá Matteo Renzi. Nýggi Mið-Høgri (Italia). Nýggi Mið-Høgri ella Nuovo Centrodestra á italskum, var ein italskur politiskur mið-høgra flokkur. Flokksleiði var Angelino Alfano, sum var protégé hjá Silvio Berlusconi og skrivari hjá "Folk fyri Frælsi" (PdL) frá 2011 til 2013. Flokkurin varð stovnaður hin 15. november 2013 av pørtum av PdL (Il Popolo della Libertà, sum merkir Frælsisfólk ella Fólk fyri Frælsi). Flokkurin PdL var upploystur hin 16. november 2013, og tey sum hoyrdu til tann flokkin fóru lutvíst í Nýggja Mið-Høgra og í nýstovnaða Forza Italia. Tey ið stovnaðu Nýggja Mið-Høgra, ið seinni vorðin kallaði "dúgvur" í flokkinum, stuðlaðu stjórnini hjá Enrico Letta og noktaðu at fara við í tann nýggja flokkin Forza Italia (FI), sum var stovnaður eftir at PdL varð niðurlagdur sum flokkur. Allir fimm PdL ráðharrarnir, tríggir varaskrivarar, 30 senatorar og 27 tjóðartingslimir gjørdist í staðin alt fyri eitt limir í nýstovnaða Nýggja Mið-Høgra. Fleiri av teimum nýggju limunum vóru Kristindemokratar og fleiri komu úr teimum syðru regiónunum Calbria og Sisila. Í februar 2014, eftir at stjórnin hjá Enrico Letta fall, fór Nýggi Mið-Høgri við í nýggju samgonguna í stjórnini hjá Matteo Renzi. Matteo Renzi varð blivin valdur sum skrivari í Demokratiska Flokkinum í desember 2013. Nýggi Mið-Høgri fekk tríggir ráðharrasessir í tí nýggju stjórnini: Alfano í Innlendismálum, Lupi gjørdist ráðharri í Samferðslumálum og Flutningi, og Lorenzin gjørdist heilsumálaráðharri. 820-árini. Øldir: 8. øld - 9. øld - 10. øld Áratíggju: 770-árini 780-árini 790-árini 800-árini 810-árini - 820-árini - 830-árini 840-árini 850-árini 860-árini 870-árini Ár: 820 821 822 823 824 825 826 827 828 829 Prestagjøld í Føroyum. Prestagjaldið er tað øki, har presturin útinnir tænastu sína, og tí verða prestarnir settir sum sóknarprestar í einum ávísum prestagjaldi. Í hvørjum prestagjaldi eru fleiri kirkjusóknir, og presturin ella prestarnir hava skyldu at gera tænastu í øllum kirkjusóknunum í prestagjaldinum. Oyggjarnar eru býttar sundur í 14 prestagjøld við 60 kirkjum og 60 kirkjuráðum. Øll, sum eru í fólkakirkjuni, eru í einum kirkjuliði í einum prestagjaldi. Í einum prestagjaldi er ein kirkja ella fleiri. Hvør kirkja hevur kirkjuráð, klokkara, dekn og urguleikara. Teir flestu av prestunum hava ábyrgd av at skráseta føðingar, andlát, jarðarferðir, dóp og konfirmatión í kirkjubøkurnar. Yvirlit yvir prestagjøldini í Føroyum. Allar bygdir í prestagjøldunum eru nevnadar, men ikki allar bygdir hava kirkju. Í prestagjøldum, har ið kirkjur ikki eru í øllum bygdunum, eru bygdirnar, ið hava kirkju, skrivaðar við "kursiv". Suðuroyar sunnara prestagjald. Bygdin Nes - Vāgur er eisini í Suðuroyar sunnara prestagjaldi. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er eitt føroyskt fakfelag fyri útbúnir sjúkrarøktarfrøðingar ella sjúkrarøktarfrøðilesandi. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur umleið 900 limir. Endamálið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er at savna sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum at taka sær av teirra fakligu, lønar-, setanar- og fyriskipanaráhugamálum umframt at fremja gott samanhald felagsliga. Starvsmannafelagið. Starvsmannafelagið er eitt føroyskt fakfelag. Tað er fakfelagið hjá teimum, sum starvast innan tað almenna í Føroyum. Felagið fevnir um áleið 2.400 limir, og hetta ger Starvsmannafelagið til hitt størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum. Endamál felagsins er á demokratiskum og javnstøðiligum grundarlagi støðugt at virka fyri betri arbeiðskorum. Millum limirnar eru omanfyri 300 ymisk starvsheiti, so á ein hátt er Starvsmannafelagið tað, sum grannalondini rópa eitt fakforbund. Enniberg. Enniberg er hægsta forberg í Føroyum og í Evropa, tá hugt verður at um bergi er lodrætt ella nærum lodrætt, og um tað liggur út til opið hav, Enniberg er 754 metrar høgt. Enniberg er norðasta punkt á Viðoynni og í Føroyum. Nærmast bygdin er Viðareiði. Villingadalsjall er beint sunnanfyri Enniberg, tað er 844 metrar høgt og harvið hægsta fjall í Norðoyggjum og triðhægsta fjalli í Føroyum. Túrar verða gjørdir til Enniberg um summarið, gongutúrar sum byrja á Viðareiði. Siglitúrar verða eisini gjørdir til tíðir undir Enniberg. Enniberg sæst úr øðrum oyggjum, eitt nú úr Kallinum, sum er norðast á Kallsoynni og av Fugloynni. Dansk Melodi Grand Prix 2013. Dansk Melodi Grand Prix 2013 var tann 42. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix, sum er ein sangkapping í Danmark, sum hevur verið hildin síðan 1957, fyriskipað av Danmarks Radio (DR). Endamálið við kappingini var at finna tann sangin, ið skal umboða Danmark við Eurovision Song Contest 2013 (ESC) í Malmö. Tað gjørdist Emmelie de Forest, ið vann kappingina við sanginum "Only Teardrops". Sangurin, sum seinni vann Eurovision Song Contest, er skrivaður av Lise Cabble, Julia Fabrin Jakobsen og Thomas Stengaard og framleiddur av Frederik Thaae. Dansk Melodi Grand Prix 2014. Dansk Melodi Grand Prix 2014 var hin 43. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix, sum er ein árlig afturvendandi sangkapping, ið hevur verið fyriskipað síðan 1957 av Danmarks Radio (DR). Endamálið við kappingini er at finna tann sangin, ið skal umboða Danmark á Eurovision Song Contest 2014 (ESC), sum hesaferð verður í Keypmannahavn. Tað gjørdist Basim, ið vann kappingina við sanginum "Cliche Love Song". Atkvøðugreiðslan. Í fyrstu atkvøðugreiðslu atkvøddu hyggjararnir og ein fakjury fyri øllum 10 sangum. Teir tríggir sangirnir, ið tilsamans fingu flest stig, fóru víðari til aðru atkvøðugreiðslu, har hyggjararnir og fakjuryin at enda avgjørdu, hvør av teimum trimum sangunum vann. Í fakjuryini vóru Jørgen de Mylius, Søs Fenger, Camille Jones, Lars "Chief 1" Pedersen og Mich "Cutfather" Hedin Hansen. Atkvøðurnar frá hyggjarunum og frá fakjuryini taldu 50 % í báðum atkvøðugreiðslum. Dansk Melodi Grand Prix. Dansk Melodi Grand Prix er ein donsk sangkapping, sum Danmarks Radio hevur fyriskipað síðan 1957. Endamálið er at finna tann sangin, ið skal umboða Danmark í Eurovision Song Contest. 810-árini. Øldir: 8. øld - 9. øld - 10. øld Áratíggju: 760-árini 770-árini 780-árini 790-árini 800-árini - 810-árini - 820-árini 830-árini 840-árini 850-árini 860-árini Ár: 810 811 812 813 814 815 816 817 818 819 Solveig Horne. Solveig Horne (fødd 12. januar 1969 í Haugesund) hevur síðan 2013 verið javnstøðu- og barnamálaráðharri í Noregi. Hon umboðar Framburðsflokkin. Norski javnstøðuráðharrin Horne heldur ikki kvinnudag 8. mars 2014. "Eg havi ongantíð fyrr markerað 8. mars, tí er tað ónatúrligt at gera tað í ár. Tað er týðandi at vit eru á bananum hvønn einasta dag viðvíkjandi javnstøðuni", segði hon við NRK. Mercy Ships. Mercy Ships er ein [altjóða hjálparfelagsskapur, sum umsitir hospitalsskip, heilsurøkt osfr. í menningarlondum. Felagsskapurin varð stovnaður í 1978 av Don og Deyon Stephens og hevur høvuðssæti í Garden Valley, Texas í USA. Felagsskapurin hevur arbeitt í gott 70 havnum við hjáp frá í minsta lago 50 londum. Gergő Kis. Gergő Kis (føddur 19. januar 1988 í Tapolca) er ein ungarskur svimjari, sum hevur vunnið gull, silvur og bronsu heiðursmerki á altjóða svimjistevnum í frísvimjing á langteini og í blandaðari svimjing. Hann vann gull í 800 m frí á EM á langbana í 2008 og 2012. Í 2011 vann hann bronsu til HM á langbana í Shanghai í 800 og 1500 metrum frí. Tá hann vann bronsuheiðursmerki í 800 m frí skrivaði hann ungarska ítróttasøgu, við tað at hann gjørdist fyrsti ungarin, ið vann eitt HM heiðursmerki í frísvimjing. Føroyski Pál Joensen hevur fleiri ferðir svomið ímóti honum í finalum til EM og HM. Gergő Kis luttók á Summar OL 2004, 2008 og 2012, men vann ikki nakað heiðursmerki. Í 2012 gjørdist hann nummar 5 í 400 metrum frí, nummar 8 í 4 x 200 metrar frí og nummar 19 í 1500 m frí. Kaliningrad. Kort av Russlandi har Kaliningrad er merkt. Kaliningrad (russiskt "Калининград", týskt: "Königsberg", litaviskt: "Karaliaučius", pólskt: "Królewiec")) er ein býur í russiska landslutinum Kaliningrad Oblast, ið liggur millum Pólland og Litava við Eystrasalt. Til 1946 nevndist býurin Königsberg. Í 2010 var fólkatalið í býnum 431.902. Laksur. Atlantiskur laksur (frøðiheiti "Salmo salar"). Laksur (latínsnkt "Salmo": laksaættin) er smidligur fiskur. Hann hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum, eina lítla fitifjøður aftarlaga móti klingruni og eina gotfjøður, har aftari endi er umleið undir fitifjøðurini. Sterturin er nakað innbogin. Strikan er bein. Siljafiskar fáa stóran krók á undirkjaftin í gýtingartíðini um heystið. Kjaftbeinini røkka umleið inn undir aftaru rond á eygunum. Laksur kann verða mistikin fyri sjósíl. Laksur hevur úr 10 upp í 13, vanliga 11, roðslur frá fitifjøðurini til strikuna. Á fremsta táknaboga, inni í boganum, eru táknatindarnir allir rættiligir tindar. Laksur er svartbláur um bakið, silvurskínandi um síðurnar, og undir búkinum er hann hvítligur, rómalittur. Ójavnir, svartir blettir eru um síðurnar, á kápuni og kjálkunum. Í gýtingartíðini um heystið skiftir laksur lit og verður brúnligur við blettum. Fiskurin í laksi er ljósareyður. Umframt at vera í áum og vøtnum er laksur eisini í sjónum, úr vatnskorpuni og niður á kanska 140 m., og helst eisini djúpari. Tað er óvist, um laksur fyrr í tíðini hevur verið í føroyskum áum, men laksurin nú í tíðini er innfluttur úr útlondum og settur út í ávísar áir her. Hann verður upp í 150 cm langur. Hann er fram við landi og á víðum havi, frá Norðurportugal til Hvítahavið. Í Eystarasalti, við Bretsku Oyggjarnar, undir Føroyum, Íslandi, við Jan Mayen og í Grønlandi. Hann er frá Nýfundlandi og Labrador í Kanada til Connecticut í Nýonglandi. Eisini í áum og vøtnum í hesum somu londum. Tað eru fleiri ymisk sløg til av laksi, summi sløg ferðast langa leið, meðan onnur sløg liva alt lívið í feskum vatni. Laksur verður føddur í feskum vatni og tey sløgini sum ferðast langt svimur síðan út til opið hav og so venda teir aftur til fekst vatn, tá ið teir skulu gýta. Tað sigst, og kanningar hava eisini víst at tað er so, at laksurin vendir aftur til júst sama stað, har ið hann varð føddur, fyri at gýta. Nógva staðni í heiminum verður laksur aldur í stórum aliringum, smoltið verður fyrst framleitt í feskum vatni, og síðan verður fiskurin settur út í aliringar, tá hann er klárur til tað, har verður hann fóðraður og at enda tikin og slaktaður, hagreiddur og síðan seldur og ofta útfluttur. Í Føroyum hevur tað verið vanligt at ala laks síðan 1970-árini og henda vinnan hevur ment seg nógv síðan tá og er nú ein av høvuðsvinnunum í landinum. Vinnuligi týdningur. Sambært forsøgnum hjá European Aquaculture eru útlit til, at laksaaling í Evropa fer at tvífaldast komandi 20 árini (2012-2032). Laksaaling er ein sera týðandi partur av føroyskum útflutningi. Laksur hevur stóran vinnuligan týdning. Marine Harvest framleiðir fjórða hvønn laks, 25 prosent, í heiminum. Fyritøkan hevur virksemi í 22 londum, og av hesum er millum annað aling í Føroyum. Starvsfólkini hjá Marine Harvest eru 10.400 í talið um allan heimin. Størsti eigarin í Marine Harvest er John Fredriksen, ið er uppvaksin í arbeiðarabýarpartinum Vålerenga í Oslo, men sum hevur bygt seg upp til at vera ein av heimsins ríkastu monnum. Marknaðarvirði á Marine Harvest er í løtuni knappar 28 milliardir krónur. Í 2011 var laksur heili 34 % av samlaða føroyska vøruútflutninginum í virði og í 2013 varð virðið av tí útflutta laksinum í Føroyum 43 % av samlaða útflutninginum, harvið er laksur Føroya størsta einstaka útflutningsvøra. Prísfalli á heimsmarknaðinum seinnu helvt í 2011 sæst aftur í hagtølunum. Nøgdin av útfluttum laksi er økt 29 %, meðan samlaða virði bert økti 10 % í 2011. Størsti marknaðurin fyri føroyskan alifisk er sambært hagtølunum USA; føroyskur laksur hevur gott orð á sær í USA. Føroyska alivinnan útflutti næstan 350 milliónir krónur av laksi til USA í 2010, tað vil siga at fjórði hvør føroyskur laksur endaði í USA. Eftir USA kemur Týskland, Stóra Bretland, Danmark og Frakland. Í útflutningshagtølunum sæst eisini, at útflutningurin til bæði Russland og Kina er øktur nógv í 2011. 2013 hevur verið eitt gott ár hjá laksaalarum, og tað verður møguliga tað besta nakrantíð. Nýtslan av laksi er økt munandi, tí at framleiðarar hava gjørt laks lættan at matgera, og laksur er tann fiskurin, sum fólk oftast hava í huganum, tá tey vilja hava fisk. "Laksur hevur fingið eina serliga støðu á marknaðinum, tí at nógv fólk velja laks framum onnur fiskasløg. Tí hevur laksur eisini eina bjarta framtíð fyri framman", segði Bjørn-Erik Stabell í Norges Sjømtråd í 2013. Hann væntar, at vøksturin í eftirspurninginum fer at halda fram komandi árini. "Eftirspurningurin eftir laksi fer at økjast meira komandi 15 árini, enn hann hevur gjørt seinastu 15 árini. Vit vænta tí, at alivinnan hevur møguleika at vaksa enn meira, men tað fer at seta sera stór krøv til okkum sum vinna", segði Stabell. Hann vísti á nakrar orsøkir til, at eftirspurningurin fer at økjast komandi árini. Ein týðandi orsøk er tann vaksandi miðalklassin. "Tann vaksandi miðalklassin kring heimin er ein týðandi orsøk til øktan eftirspurning. Tá fólk hava ráð, vilja tey fegin vísa tað við at keypa laks", segði eisini Stabell. Í 2013 framleiddu Føroyar góð 62.000 tons av alifiski, í 2011 og 2012 var bert laksur aldur, í 2013 var eitt sindur av aldum sílum, tó bert 72 tons, so tað er ein sera lítil partur av samlaðu nøgdini. Av hesum vóru 58.903 tons útflutt í 2013 til eitt virði á 2.455 mia. Nøgdin av útfluttum alifiski var eitt vet lægri enn í 2012, men virði var nógv økt. Alifiskur, tvs. laksur, var størsta útflutningsvøra hjá Føroyum í 2013. 800-árini. Øldir: 8. øld - 9. øld - 10. øld Áratíggju: 750-árini 760-árini 770-árini 780-árini 790-árini - 800-árini - 810-árini 820-árini 830-árini 840-árini 850-árini Ár: 800 801 802 803 804 805 806 807 808 809 Sigga Vang. Sigga Vang (fødd 1974 í Tórshavn) er føroyskur rithøvundur og filmsfólk. Hon er útbúgvin BA í enskum og MA í filmi, hon tók MA á Goldsmith College í London samstundis sum Ingun í Skrivarastovu. Í 2014 varð hon vald í fyrstu nevndina í nýstovnaða felagnum Føroysk Filmsfólk, hon er skrivari í felagnum. Privat. Hon býr í Havn og hevur fýra børn, sum eru fødd frá 2000 til 2009: Sadie Sigurrós, Malaki, Maika Margreta og Anna Bella. All In. All In er ein føroyskur tónleikabólkur, ein dreingjabólkur. Teir gjørdist kendir í Føroyum, tá teir gjørdu eitt coverlag við sanginum Vanja hjá Jákup Eli Joensen. Sangurin gjørdist Ársins sangur á Planet Awards 2011 í versjónini hjá Jákup Eli, og í 2012 gjørdist sangurin enn einaferð Ársins sangur, hesaferð í versjónini hjá All in. Bólkurin All in gjørdi almannakunngjørdi eisini eitt videolag til sangin Vanja. Í 2013 gjørdu teir eina nýggja versjón av sanginum "Tú" hjá Terja Rasmussen og Moirae frá 1996, tað varð lagt á YouTube 1. januar 2014, tó løgdu teir ein Official teaser á 30 sekund um videolagið Tú hin 31. oktober 2013. Polar Films Entertainment leikstjórnaðu eitt videolag til sangin Tú í versjónini hjá All in. Í 2014 var hetta videolagið tilnevnt til Ársins videolag á Faroese Music Awards 2013. Løgini ið All in gera av nýggjum verða gjørd á ein meira stillan og romantiskan hátt enn upprunaløgini. .cw. .cw er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Curaçao. 790-árini. Øldir: 7. øld - 8. øld - 9. øld Áratíggju: 740-árini 750-árini 760-árini 770-árini 780-árini - 790-árini - 800-árini 810-árini 820-árini 830-árini 840-árini Ár: 790 791 792 793 794 795 796 797 798 799 Li Bai. Li Bai (701–762), eisini kendur sum Li Po, var ein kinesiskur yrkjari sum frá tíðini tá hann livdi líka til í dag verður sagdur at vera ein serstakur og romantiskur persónur, sum førdi siðbundna poetiska formin til nýggjar hæddir. Hann og vinur hansara Du Fu (712–770) vóru teir mest framstandandi persónarnir í tí blómandi kinesiska skaldskapinum miðskeiðis í Tang-rríkinum, í tí tíðarskeiðnum, sum ofta verður nevnt "Gulløldin í Kina". Umleið túsund yrkingar, ið Li Bai sigst hava yrkt eru varveittar, av teimum eru 34 í kanon-skriftasavninum frá 18. øld "Trýhundrað Tang yrkingar." Søgninsigur, at hann druknaði, tá ið hann lenaði seg úr sínum báti fyri at fevna spegilsmyndina av mánanum í ánni, men datt útí og druknaði. Stella Polaris tónleikakappingin. Stella Polaris tónleikakappingin er ein tónleikakapping fyri ungar klassiskar tónleikarar úr Føroyum. Kappingin varð fyrstu ferð hildin í Norðurlandahúsinum 28. februar og 1. mars 2014. Stella Polaris 2014. Fimm dómarar vóru til tónleikakappingina. Dómsnevndarformaður var heimskendi skotski trompetleikarin John Wallace. John Wallace er rektari á Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow og er kendur víða um, sum ein av fremstu trompetleikarum seinnu mongu árini. Dómari, ið umboðar tónleikagreinina í breiðari merking, var heimskendi blokkfloytuleikarin Michala Petri. Michala Petri er úrmælingur á blokkfloytu, og framførir kring allan heimin. Hon starvast harafturat eisini sum proffessari á Kgl danska tónlistaskúlanum í Keypmannahavn. Umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla var Bo Isholm, fyri Føroya Symfoniorkestur Bernharður Wilkinson og umboð fyri áhoyrarar verður Anna Sofía Restorff. Alvi Joensen, guitar - Marta Torkilsdóttir Johannesen, floyta - Mattias Kapnas, klaver - Heiðrun Petersen, violin - Birita Poulsen, sang - og Ernst Remmel, trompet. Vinnarin fekk 25.000 krónur umframt heiðurin at taka lut sum solistur á eini konsert við Føroya Symfoniorkestri. 2. virðisløn var kr. 10.000, 3. virðisløn var kr. 5.000 og 4. virðisløn var 2.000 krónur. Mattias Kapnas. Mattias Dimitris Kapnas (føddur 1991) er ein føroyskur tónleikari, sum lesur á Det Kgl. Danske Musikkonservatorium. Hin 1. mars 2014 vann hann ta allarfyrstu Stella Polaris tónleikakappingina, sum var fyri ungir føroyskir klassiskir tónleikarar. Hann var eisini limur í tónleikabólkinum Moby The Pink Pilot sum spældi progressivan rock. Bólkurin vann FM08 tónleikakappingina. Mattias er eisini limur í tónleikabólkinum Bendar Spónir, har hann spælir keybord. Bólkurin var tilnevndur fleiri virðislønir á Faroese Music Awards 2014, hann var tilnevndur í bólkinum Rock/Málm, Jazz, Folk og Blues sum Ársins bólkur, Ársins fløga og Ársins sangur. Mattias er sonur tónleikaran Nikolaos Kapnas (1962-2015) og Hedvig Westerlund-Kapnas, hann er bróðir Theodor Kapnas, sum er ein av limunum í Hamferð. Dansk Melodi Grand Prix 2009. Brinck vann við sanginum "Believe Again" Dansk Melodi Grand Prix 2009 var tann 38. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix. Endamálið við kappingini var at finna tann sangin, ið skuldi umboða Danmark á Eurovision Song Contest 2009 (ESC) í Moskva. Vinnarin av Grand Prix'num gjørdist Brinck við sanginum "Believe Again" ið var skrivaður av Lars Halvor Jensen, Martin Michael Larsson og Ronan Keating. Kappingin varð hildin 31. januar 2009 í Messecenter Herning. Vertir vóru Birthe Kjær og Felix Smith. Atkvøðugreiðsla. Hetta árið var sjálv mannagongdin viðvíkjandi atkvøðugreiðsluni heilt annarleiðis enn árini frammanundan. Í fyrstu atkvøðurundu valdu hyggjararnir og ein fakjury í felag teir fýra sangirnir, ið fóru víðari í kappingini. Atkvøðurnar frá dómarunum og hyggjarnunum taldu her 50% hvør. Teir fýra valdu sangirnir fóru so víðari til hálvfinaluna, har teir kappaðust tveir og tveir hvør móti øðrum. Her vóru tað bert atkvøður frá hyggjarunum, ið avgjørdu hvørjir tveir sangir sluppu víðari til endaligu finaluna, har ið tað aftur vóru atkvøður frá hyggjarunum, ið avgjørdu hvør sangur vann Dansk Melodi Grand Prix 2009 og harvið skuldi umboða Danmark á ESC 2009. Í fakjuryini sótu: Søs Fenger, Bent Fabricius-Bjerre, Anna David, Martin Brygmann, Kjeld Tolstrup, Michael Hardinger umframt ein eyka limur, Kalle Meyer Vestergaard, ið hevði vunnið sítt pláss í P4-sendingini "Danmarksmester" orsakað av hansara vitan um danskan popptónleik. Dansk Melodi Grand Prix 2010. Dansk Melodi Grand Prix 2010 var tann 39. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix, sum er ein árlig afturvendandi sangkapping, ið hevur verið fyriskipað síðan 1957 av Danmarks Radio (DR). Endamálið við kappingini er at finna tann sangin, ið skal umboða Danmark á Eurovision Song Contest 2010 í Norra. Kappingin varð hildin hin 6. februar 2010 í Gigantium í Aalborg við Felix Smith og Julie Berthelsen sum vertum og varð send beinleiðis á DR1. Føroyski Jens Marni Hansen luttók í kappingini við sanginum "Gloria". Hann kom ikki í finaluna. Vinnarin gjørdist duo'in Chanée & N'evergreen við sanginum "In a Moment Like This", ið harvið umboðaði Danmark á Eurovision Song Contest 2010. Í finaluni har fingu tey 149 stig, sum rakk til eitt 4. pláss, sum tá var besta plaseringin hjá Danmark síðan 2001, tá Brøðurnir Olsen vunnu altjóða Eurovision Song Contest. Luttakarar. Teir 10 luttakrarnir í Dansk Melodi Grand Prix 2010 vóru almannkunngjørdir hin 12. januar 2010. Av teimum vóru Bryan Rice, Kaya Brüel og Sukkerchok boðin við á einum sonevndum wildcard. Atkvøðugreiðsla. Fyrst var ein innleiðandi runda, har allir 10 luttakararnir framførdu sínar sangir. Av teimum vóru fýra atkvøddir víðari til hálvfinaluna, har ið teir skuldu kappast tveir og tveir sangir hvør móti øðrum. Tveir av luttakarunum ið fingu flestar atkvøður frá hyggjarunum skuldu síðan kappast víðari í tí endaligu finaluni. Sjálv mannagongdin viðvíkjandi atkvøðugreiðsluni fór fram eins og árið fyri, tá ið hon varð tikin í nýtslu á fyrsta sinni. Í fyrstu atkvøðurundu valdu hyggjararnir og ein fakjury í felag teir fýra sangirnir, ið fóru víðari í kappingini. Atkvøðurnar frá dómarunum og hyggjarnunum taldu her 50% hvør. Teir fýra valdu sangirnir fóru so víðari til hálvfinaluna, har teir kappaðust tveir og tveir hvør móti øðrum. Her vóru tað bert atkvøður frá hyggjarunum, ið avgjørdu hvørjir tveir sangir sluppu víðari til endaligu finaluna, har ið tað aftur vóru atkvøður frá hyggjarunum, ið avgjørdu hvør sangur vann Dansk Melodi Grand Prix 2010 og harvið skuldi umboða Danmark á ESC 2010. Í fakjury'ini sótu Paw Lagermann, Camille Jones, Søs Fenger, Kenneth Kreutzmann, Chief 1 og Bent Fabricius-Bjerre. 780-árini. Øldir: 7. øld - 8. øld - 9. øld Áratíggju: 730-árini 740-árini 750-árini 760-árini 770-árini - 780-árini - 790-árini 800-árini 810-árini 820-árini 830-árini Ár: 780 781 782 783 784 785 786 787 788 789 770-árini. Øldir: 7. øld - 8. øld - 9. øld Áratíggju: 720-árini 730-árini 740-árini 750-árini 760-árini - 770-árini - 780-árini 790-árini 800-árini 810-árini 820-árini Ár: 770 771 772 773 774 775 776 777 778 779 Miðlahúsið. Miðlahúsið í Vágsbotni sæst vinstrumegin Miðlahúsið í Vágsbotni er ein miðlafyritøka í Føroyum, sum veitir tíðindi umvegis tíðindablaðið Sosialurin, útvarpsrásina Rás2 og internettíðindaportalin in.fo. Afturat Sosialinum eru eisini onnur bløð, ið Miðlahúsið gevur út. Í 2004 gjørdi Sosialurin av at flyta alt virksemið heim í gomlu handilshølini hjá Valdemar Lutzen í Vágsbotni í Havn, sum stóðu klár tann 15. apríl í 2005, nevnd Miðlahúsið í Vágsbotni. Føroyskar tónleikavirðislønir. Miðlahúsið skipaði fyri Planet Awards frá 2005 til 2012. Navnið hevði samband við planet.fo, sum var ein partur av portal.fo tíðindaportalinum, ið Miðlahúsið/Sosialurin veitti tíðindi til líka til Portalurin var seldur í 2013 og Miðlahúsið ikki longur var veitari av tíðindum, og tá bar ikki longur til hjá Miðlahúsinum at halda fram við Planet Awards. Í staðin varð ein nýggj tónleikavirðisløn sett á stovn, sum tríggir stórir aktørar stóðu saman um: Miðlahúsið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið. Øll hesi vóru samd um, at tað var brúk fyri einum slíkum tiltaki, ið heiðrar føroyskum tónleiki og føroyskum tónleikarum. Nýggja tónleikavirðislønin fekk enska heitið Faroese Music Awards, stytt "FMA", á føroyskum er heitið "Føroysku tónleikavirðislønirnar". Fróði Vestergaard. Fróði Vestergaard (føddur 1962 á Tvøroyri) er ein føroyskur tónleikari. Hann hevur verið og er enn virkin í tónleikabólkinum Deiggj, eisini nevndur Fróði og Deiggj. Bólkurin gav út lp og kasettuband við heitinum "Stormávaring" í 1985. Sangir sum "Prúða land mítt" og "Skræð teg nú leysan" vóru nógv at hoyra. Fróði arbeiðir í Norðurlandahúsinum og er við í fyrireikingarbólkinum, sum arbeiðir við Faroese Music Awards. Stormávaring (Fróði og Deiggj). Stormávaring er ein føroysk tónleikaútgáva, sum Fróði og Deiggj góvu út í 1985. Stormávaring kom út sum lp pláta og kasettuband. Allir sangirnir vóru á føroyskum. Prúða land mítt er ein sangur sum er útgivin í Føroya Fólks Sangbók, men lagið í versjónini hjá Deiggj var nýtt. Ung um aldamótið. Ung um aldarmótið er ein føroysk tónleikaútgáva, ein uppsamlingsfløga, ið kom út í 1998. 760-árini. Øldir: 7. øld - 8. øld - 9. øld Áratíggju: 710-árini 720-árini 730-árini 740-árini 750-árini - 760-árini - 770-árini 780-árini 790-árini 800-árini 810-árini Ár: 760 761 762 763 764 765 766 767 768 769 750-árini. Øldir: 7. øld - 8. øld - 9. øld Áratíggju: 700-árini 710-árini 720-árini 730-árini 740-árini - 750-árini - 760-árini 770-árini 780-árini 790-árini 800-árini Ár: 750 751 752 753 754 755 756 757 758 759 Bronisław Komorowski. Bronisław Maria Komorowski (føddur 4. juni 1952 í Oborniki Śląskie) er ein pólskur politikari. Hann hevur verið forseti Póllands síðan 2010. Komorowski hoyrir til tann liberala flokkin Platforma Obywatelska (Borgaraplattformurin). Frá 2007 ttil 2010 var hann Marshal av Sejm. Í 2010 vann hann forsetavalið við 53,01% av atkvøðunum (mótstøðumaður hansara var Jarosław Kaczyński). Í 1977 giftist hann Anna Dembowska. Tey hava fimm børn: døturnar Zofia, Maria og Elżbieta og synirnar Tadeusz og Piotr. Eva Wilma. Eva Wilma Riefle (fødd 14. desember 1933 í São Paulo) er sjónleikari úr Brasil. Í 23 ár var hon gift við sjónleikaranum John Herbert, ið hon eigur tvey børn við, Vivian og John Jr. Seinni giftist hon sjónleikaranum Carlos Zara. Sint Eustatius. Sint Eustatius er ein niðurlendsk oyggj í Karibiska havinum, sum politiskt hoyrir til Niðurlond. Oyggin hevur status sum niðurlendsk kommuna við serstøðu. Sint Eustatius var til 10. oktober 2010 ein partur av Niðurlendsku Antillunum. Oyggin liggur eystanfyri Amerikonsku Jómfrúoyggjarnar, har búgva (2010) 2886 fólk. Oyggin er uppkallað eftir katólska halgimenninum Sankta Eustachius. Høvuðsstaðurin eitur Oranjestad. 740-árini. Øldir: 7. øld - 8. øld - 9. øld Áratíggju: 690-árini 700-árini 710-árini 720-árini 730-árini - 740-árini - 750-árini 760-árini 770-árini 780-árini 790-árini Ár: 740 741 742 743 744 745 746 747 748 749 730-árini. Øldir: 7. øld - 8. øld - 9. øld Áratíggju: 680-árini 690-árini 700-árini 710-árini 720-árini - 730-árini - 740-árini 750-árini 760-árini 770-árini 780-árini Ár: 730 731 732 733 734 735 736 737 738 739 720-árini. Øldir: 7. øld - 8. øld - 9. øld Áratíggju: 670-árini 680-árini 690-árini 700-árini 710-árini - 720-árini - 730-árini 740-árini 750-árini 760-árini 770-árini Ár: 720 721 722 723 724 725 726 727 728 729 710-árini. Øldir: 7. øld - 8. øld - 9. øld Áratíggju: 660-árini 670-árini 680-árini 690-árini 700-árini - 710-árini - 720-árini 730-árini 740-árini 750-árini 760-árini Ár: 710 711 712 713 714 715 716 717 718 719 700-árini. Øldir: 7. øld - 8. øld - 9. øld Áratíggju: 650-árini 660-árini 670-árini 680-árini 690-árini - 700-árini - 710-árini 720-árini 730-árini 740-árini 750-árini Ár: 700 701 702 703 704 705 706 707 708 709 Sisilia. Sisilia (á italskum Sicilia; á sikilskum Sicìlia) er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin í Italia. Gamla norrøna navnið á oynni er Sikilsoy. 
Sisilia er eitt sindur størri enn Sardinia, og har búgva fimm milliónir av fólki. Beint sunnan fyri Sisilia er lítla sjálvstøðuga oyggjalandið Malta. 

Inni á oynni er fjallalendi, og har býr ikki so nógv fólk, fram við strondini er slættari, og har býr mesta fólkið. Sisilia er í miðal hægsta oyggj í Italia; Sisilia og Sardinia eru báðar høgar oyggjar. Veðurlagið er heitt, sólin sær næstan hvønn dag, um summarið er nakað turrligt, men ikki brekar grøðini, tí stríðar áir renna oman av fjøllunum, og bøndurnir hava veitt tær til bøin. Tey dyrka bæði rís, vín, hveiti og bummull. Men gitnast er oyggin fyri sitrónir og appilsinur, øll norður- og eysturstrondin er teir beru fruktgarðar. Fólkið livir mest av jørðini, tey hava t.d. stórar hveitiakrar. Á Sisilia er ofta jarðskjálvti, og har er gosfjallið Etna, sum ofta ger stóran skaða. Á Sisilia er ikki sjáldan nógv fólk deytt, tá ið so hevur borið á. Norskahavið. Norskahavið er tann parturin av Atlantshavinum, ið er millum Noreg, Bjarnoynna, Jan Mayen, Svalbarð og Ísland. Tað er 2,6 milliónir km² í vídd. Føroyar liggja á markinum millum tvey stór havøki. Eystan- og norðanfyri er eitt øki, sum vit nevna Norðurhøvini, ið er eitt felagsnavn fyri tey trý Norskahavið, Grønlandshavið og Íslandshavið. Vestan- og sunnanfyri Føroyar er Norðuratlantshavið. Markið millum Norðuratlantshavið og Norðurhøvini er ein undirsjóvarryggur: "Grønlands-Skotlandsryggurin". Í støðum er hann djúpari enn 500 metrar, og tey ovastu løgini av sjógvi ferðast frítt yvir honum; men hann forðar tí serliga á stórum dýpi Norðuratlantshavið frá Norðurhøvunum. Norðan fyri Norðurhøvini liggur Íshavið, eystanfyri er Barentshavið og sunnanfyri Norskahavið og eystanfyri Stórabretland er Norðsjógvurin. Sambært einari frágreiðing í 2014 arbeiða 24.000 fólk á boripallum í Norskahavinum. Av teimum eru 12,5 prosent kvinnur. Í kanningini sæst eisini, at 90 prosent eru norðmenn. Av útlendingunum eru amerikanarar best umboðaðir. Teir eru 400 í tali. 300 danir eru á pallunum, 270 sviar og 220 bretar. Longri niðri á listanum sæst, at finnarnir eru 43 í tali, íslendingar somuleiðis 43, og at 24 føroyingar eru í teirri skrásetingini. IRIS (International Research Institute of Stavanger), sum hevur gjørt frágreiðingina, ger vart við, at tølini umfata ikki tey, sum eru við veitingarskipum, sum liggja hjá pallunum og heldur ikki tey, sum arbeiða uppi á landi í arbeiði, sum hevur tilknýti til pallarnar. Næststørsta fiskileið hjá føroyingum í 2012 var ICES øki IIa1 og IIa2 við Jan Mayen í Norskahavinum, har góð 100 000 tons vóru fiskað, herav góð 81 000 tons var makrelur. Súsanna Djónadóttir. Súsanna Djónadóttir var av Velbastað og giftist hon Poul Joensen. Tey fingu í oktober 1766 sonin, sum bleiv tann kendi Nólsoyar Páll. 690-árini. Øldir: 6. øld - 7. øld - 8. øld Áratíggju: 640-árini 650-árini 660-árini 670-árini 680-árini - 690-árini - 700-árini 710-árini 720-árini 730-árini 740-árini Ár: 690 691 692 693 694 695 696 697 698 699 680-árini. Øldir: 6. øld - 7. øld - 8. øld Áratíggju: 630-árini 640-árini 650-árini 660-árini 670-árini - 680-árini - 690-árini 700-árini 710-árini 720-árini 730-árini Ár: 680 681 682 683 684 685 686 687 688 689 670-árini. Øldir: 6. øld - 7. øld - 8. øld Áratíggju: 620-árini 630-árini 640-árini 650-árini 660-árini - 670-árini - 680-árini 690-árini 700-árini 710-árini 720-árini Ár: 670 671 672 673 674 675 676 677 678 679 660-árini. Øldir: 6. øld - 7. øld - 8. øld Áratíggju: 610-árini 620-árini 630-árini 640-árini 650-árini - 660-árini - 670-árini 680-árini 690-árini 700-árini 710-árini Ár: 660 661 662 663 664 665 666 667 668 669 650-árini. Øldir: 6. øld - 7. øld - 8. øld Áratíggju: 600-árini 610-árini 620-árini 630-árini 640-árini - 650-árini - 660-árini 670-árini 680-árini 690-árini 700-árini Ár: 650 651 652 653 654 655 656 657 658 659 640-árini. Øldir: 6. øld - 7. øld - 8. øld Áratíggju: 590-árini 600-árini 610-árini 620-árini 630-árini - 640-árini - 650-árini 660-árini 670-árini 680-árini 690-árini Ár: 640 641 642 643 644 645 646 647 648 649 Andy Warhol. Andy Warhol (føddur Andrej Warhola 6. august 1928 í Pittsburgh, deyður 22. februar 1987 í New York) var ein amerikanskur listamaður. Hann gjørdist førandi innan popplistafólk í 1960-árunum, og verður í dag roknaður sum ein av teimum mest týðandi listafólkunum frá 20. øld. Warhol fekk íblástur frá reklamu og mótaheiminum, frá vanligum lutum úr amerikanskari mentan og seinni eisini frá myndum. Warhol skapaði yvir túsund listaverk millum 1961, tá hann gavst at starvast sum grafiskur designari og gjørdist listamaður burturav, til hann doyði í 1987. Hesa tíðina gjørdist Warhol viðurkendur við sínum kenda studio í New York, "The Factory". Hann var eisini filmsframleiðari, og saman við «Warhols Superstars», sum var ein flokkur av ungum modellum og sjónleikarinnum, gjørdi hann meira enn 60 filmar. Frank Lloyd Wright. Frank Lloyd Wright (8. juni 1867 – 9. apríl 1959) var ein amerikanskur arkitektur, indrætningsekspertur og útbúgvin námsfrøðingur. Hann hevur teknað yvir 1000 tekningar av bygningum og hvussu tey eru innrættaði, av teimum blivu gott 500 bygdir, og teir møblar ið vóru teknaðir til bygningarnir vóru eisini gjørdir. Hann hevur teknað hús, ið passa til náttúruna og til tey fólk ið hann teknaði húsini til, um tað t.d. var ein persónur ið var sera vinarligur, so teknaði hann ein bygning uttan spísk horn, hetta sæst t.d. í Fallingwater. Hann var eisini stjóri á einum arkitektaskúla. Frank Lloyd Wright verður sæddur sum ein av teimum mest týðandi arkitektunum í fyrru helvt av 20. øld. Úrval av kendum bygningum. a>, sum Frank Lloyd Wright hevur teknað Alfred Hitchcock. Alfred Joseph Hitchcock (føddur 13. august 1899, deyður 29. apríl 1980) var ein enskur filmsleikstjóri. Hann varð føddur í Leytonstone í London, og doyði í Los Angeles í USA. Tveir av kendastu filmum hansara eru "Psycho" og "The Birds". Alfred Hitchcock gjørdist kendur kring heimin fyri sjónvarpsrøðirnar "Alfred Hitchcock Presents" og "The Alfred Hitchcock Hour". Áðrenn og eftir hvønn part viðmerkti hann partin á ein skemtingarsaman og ofta eitt sindur groteskan hátt. Hann fekk íblástur frá týskari ekspressionismu og fór í gongd við at leikstjórna filmar í heimlandinum Stórabretlandi, áðrenn hann byrjaði at arbeiða í Hollywood í 1939. Hitchcock leikstjórnaði meira enn 50 filmar árini 1922 til 1976 og í 35 av teimum sást hann í einum lítlum broti sum ein persónur í mongdini. Hann er kanska ein av teimum kendastu og best umtóktu filmsleikstjórunum nakrantíð. Hugskot hansara og ríkidømi at finna uppá hevur havt ávirkan á nógvar filmsskaparar, framleiðarar og sjónleikarar. Tobias Kersloot. Tobias Kersloot (føddur 7. oktober 1996) er ein niðurlendskur sjónleikari. Mowi. Marine Harvest er heimsins størsta alifyritøka. Alf-Helge Aarskog er ovasti stjóri í Marine Harvest Group. Marknaðarvirði á Marine Harvest er knappar 28 milliardir krónur í 2014. Fyritøkan hevur virksemi í 22 londum; Marine Harvest alir eisini í Føroyum, her felagið hevur tvey aliloyvi í Sundalagnum og eitt á Oyndarfirði. Herumframt hevur felagið smoltstøð á Hellunum. Starvsfólkini hjá Marine Harvest eru 10 400 í tali um allan heimin. Størsti eigarin í Marine Harvest er John Fredriksen, ið er uppvaksin í arbeiðarabýarpartinum Vålerenga í Oslo, men sum hevur bygt seg upp til at vera ein av heimsins ríkastu monnum. Marine Harvest framleiðir fjórða hvønn laks, 25 %, í heiminum. Fjórða ársfjórðing í 2014 kruvdi Marine Harvest 105 000 tons av laksi. Av hesum komu góð 3 300 tons úr Føroyum. Marine Harvest Faroes P/F er dóttirfelag hjá Marine Harvest og alir laks í Føroyum. 630-árini. Øldir: 6. øld - 7. øld - 8. øld Áratíggju: 580-árini 590-árini 600-árini 610-árini 620-árini - 630-árini - 640-árini 650-árini 660-árini 670-árini 680-árini Ár: 630 631 632 633 634 635 636 637 638 639 Heimshandilsfelagsskapurin. Kort yvir limalondinum í WTO. WTO virkar sum ein altjóða pallur, ið skal tryggja størri fríhandil í heiminum. Fyri at røkka hesum máli verða toll - og aðrar handilsforðingar beindar burtur millum lond. WTO er stytting fyri World Trade Organization, sum leysliga verður umsett til Heimshandilsfelagsskapurin. WTO er ein millumtjóða felagsskapur, sum hevur til endamáls at frælsisgera heimshandilin. Føroyar hava verið fevndar av danska limaskapinum í WTO síðan 1995. Tað merkir, at altjóða ásetingar, sum eru gjørdar í WTO, eisini fevna um Føroyar. Stovningarsáttmálin hjá WTO loyvir fullveldisríkjum og sjálvstøðugum tollumveldum at gerast limir. Føroyar eru eitt tílíkt umveldi.
 Altjóða felagsskapurin fyri heimshandil hevur vunnið alt størri týdning fyri at skipa handils- og vinnureglur um allan heim. Felagsskapurin er so at siga ein støðug víðkan av tí gamla felagsskapinum fyri toll- og avgjaldsreglur GATT, og er bygdur á eina røð av skjølum og skipanum. Hesi hava á pappírinum til endamáls at taka burtur handilsforðingar og skipa somu reglur fyri fríhandli millum heimsins lond – og ein kæruskipan er somuleiðis skipað, har lond kunnu kæra onnur fyri brot á sáttmálar og reglur. Í 2013 hava limalondini samtykt, at Laos og Tadsjikistan skulu hava limaskap, og tey hava so eftir samráðingar bundið seg til at seta eina røð av sáttmálum og reglum í verk innan ávísa tíð. 26 onnur lond eru í samráðingum um limaskap í løtuni. Í løtuni eru 159 lond limir, og nógv eru á veg at gerast limir. Fleiri enn 30 lond eru eygleiðarar og vilja gerast limir. Eitt kjarnuhugtak í WTO er reglugerðin um anti-dumping. Í stuttum merkir dumping, at ein vøruframleiðari selir sína vøru fyri ein lægri søluprís, enn vøran kostar at framleiða. Reglugerðin um antidumping verður nýtt at verja ímóti misjavnari kapping. Metir ein vøruframleiðari úr einum limalandi í WTO, at ein kappingarneyti útflytir sína vøru fyri dumpingprís, hevur vøruframleiðarin møguleika at seta fram ynski um, at anti-dumping tiltøk verða sett í verk mótvegis ákærda framleiðaranum. WTO hevur greiðar mannagongdir, ið skulu fylgjast, áðrenn ein ákæra um dumping verður tikin til viðgerðar. Tað er av alstórum týdningi, at ákærurnar um dumping eru bygdar á ítøkilig fakta, og ikki leys uppáhald.
 Felagsskapurin telur í 2014 159 limir, ið umboða um 97 % av øllum millumtjóða handli í heiminum. Føroyar hava síðan 1. januar 1995 verið fevndar av danska limaskapinum í WTO. Tað merkir, at altjóða ásetingar, sum eru gjørdar í WTO, eisini fevna um Føroyar. Heimshandilsfelagsskapurin 
var sett á stovn 1. januar 1995. Eitt av grundleggjandi hugtøkunum hjá WTO er Most favoured nation-reglan (MFN). Søgan. a> og telur 159 limalond, ið umboða um 97 % av øllum heimshandli. Heimshandilsfelagsskapurin, sum avloysti GATT í 1994, fevnir ikki bert um handil við vørum, men eisini um handil við tænastum, íløgur og ídnaðarhugverksrætt. Altjóða felagskapurin GATT varð stovnaður í 1948 við tí endamáli at taka av forðingar fyri frælsum handli millum limalondini. Stórt sæð øll lond við marknaðarbúskapi vóru limir í GATT, sum gjørdi karmar fyri tollsastum, ið limalondini bundu seg til at halda. GATT er ein stytting fyri General Agreements on Tariffs and Trade, sum leysliga verður umsett til vanligar avtalur um toll og uttanlandshandil. WTO varð stovnað í 1995 við tí uppgávu at fyrisita avtalur og reglur um handil millum limalondini. Høvuðsendamálið við WTO er at stimbra frælsan handil í heiminum. WTO var úrslit av seinastu samráðingunum um altjóða handilin, Uruguei-runduni, og kom ístaðin fyri GATT. Føroyar. WTO hevur sum ein av teimum fáu heimsfelagsskapunum í sínum ásetingum, at bæði sjálvstøðug ríkir og sjálvstøðug tollumveldi kunnu gerast limir við at ganga undir treytirnar og sáttmálarnar, sum eru karmurin um WTO. Føroyar hava altso rætt til sjálvstøðugan limaskap. Felagsskapurin orðar tað soleiðis: “Any state or customs territory having full autonomy in the conduct of its trade policies may join (“accede to”) the WTO, but WTO members must agree on the terms”. Tað krevst altso, at myndugleikarnir, ið søkja, hava fult ræði á sínum handilspolitsku viðurskiftum. Og síðani verða samráðingar um treytir og tíðarfreistir, har at enda øll limalondini skulu samtykkja at taka upp nýggja limalandið. Bæði fullveldisríki og sjálvstøðug tolløki við ræði á uttanríkis handilsviðurskiftum kunnu gerast limir. Føroyar kunnu metast at vera eitt sjálvstøðugt tolløki við ræði á uttanríkis handilsligum viðurskiftum. 620-árini. Øldir: 6. øld - 7. øld - 8. øld Áratíggju: 570-árini 580-árini 590-árini 600-árini 610-árini - 620-árini - 630-árini 640-árini 650-árini 660-árini 670-árini Ár: 620 621 622 623 624 625 626 627 628 629 Ásbjørg Hjelm. Ásbjørg Hjelm (fødd 1999) úr Klaksvík er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og Føroyska svimjilandsliðið. Hon er systir Alva Hjelm, ið eisini svimur á føroyska landsliðnum. Reykjavik International Games 2016. Ásbjørg luttók á Reykjavik International Games frá 22. til 24. januar 2016. Kappast varð á langgeil. Reykjavík International Games 2015. Ásbjørg svam 100 metrar bringu við tíðini 1:17.01 og setti nýtt føroyskt juniormet, hon svam skjótastu tíðina í innleiðandi í bólkinum fyri gentur 15 ár og eldri. NM og NJM 2014 í Upplands Väsby. Ásbjørg luttók á Norðurlandameistarakapping í svimjing fyri ung og vaksin í Svøríki við føroyska svimjilandsliðnum. Harafturat setti hon saman við trimum øðrum nýtt føroyskt juniormet í 4x100 m blandað við tíðini 4:24.68. Hinar vóru: Signhild Joensen úr Ægir, Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag og Barbara Debes úr FLOT. BankNordik stevna 22. - 23. mars 2014. Ásbjørg var trið mest vinnandi svimjarin á stevnuni, hon vann 4 gull og eitt silvur heiðursmerki. HS-stevnan 2. og 3. nov. 2013. Ásbjørg vann 2 gull, eitt silvur og eitt bronsu heiðursmerki. Tórshavnar ungdómsráð. Tórshavnar ungdómsráð varð á fyrsta sinni valt hin 28. mars 2014. Í alt 2.627 ungdómar millum 14 og 22 ár høvdu valrætt, og tey høvdu møguleikan at velja ímillum 14 valevni. Í alt hava 506 atkvøtt, tað gevur eina valluttøku uppá 19,26%. Tórshavnar ungdómsráð er umboð teirra ungu í Tórshavnar kommunu. Ungdómsráðið skal takast við í viðgerð av málum, sum kommunan arbeiðir við og sum viðvíkja ungdóminum. Eisini kann ungdómsráðið sjálvt seta fram uppskot og hugskot til býráðsnevndir og býráð um øll viðurskifti, sum munnu betra um korini og trivnaðin hjá teimum ungu. Hesi vór vald sum tilstakslimir. Rebekka Eliasen, Lydia Sólheim, Bogi Bech Húsgarð og Hilbert Ragnarsson Johannessen vóru ikki vald. Julia Timosjenko. Julia Timosjenko (ukreinskt Ю́лія Володи́мирівна Тимоше́нко) hevur í tveimum umførum verið forsætisráðharri í Ukreina; 24. januar 2005 til 8. september 2005 og 18. desember 2007 til 4. mars 2010. Í 2010 stillaði hon eisini upp til forsetavalið í landinum, men tapti tepurt til Viktor Janukovitsj. Hon var í oktober 2011 dømd til sjey ára fongsul fyri maktmisnýtslu í sambandi við eina gassavtalu hon gjørdi við Russland. Timosjenko hevur sitið fongslað síðani 2011, og verður mett at vera høvuðsmótstøðupolitikkarin hjá forsetanum Viktor Janukovitj. Hon varð leyslatin úr fongsli í februar mánað 2014. Tað eru broytingar í revsilógini sum eru samtyktar. Og tað eru hesar broytingar sum slóða fyri at Timosjenko verður leyslatin. Atkvøðugreiðslan var send beinleiðis í ukrainska sjónvarpinum. Timosjenko var ein av leiðarunum fyri oransjurevolusjónini í 2004. Most favoured nation-reglan. Endamálið við MFN-meginregluni (stytting fyri Most favoured nation, á føroyskum lond við størstum fyrimunum) er, at handil millum lond skal byggja á javnar kappingartreytir. Kjarnin í MFN-meginregluni er, at allar sømdir, eitt land veitir einum øðrum WTO-limalandi, skulu samstundis galda fyri hini WTO-limalondini. Fyri okkum merkir hetta, at eitt WTO limaland kann ongantíð veita Føroyum verri handilstreytir, enn tað veitir øðrum WTO-limalandi
. Øll lond skulu hava somu treytir fyri marknaðaratgongd, sum tað landið, ið hevur bestu treytirnar. Undantøkini eru fríhandilsøki og tollsamgongur. Í slíkum førum kundu handilsforðingar millum luttakandi londini takast burtur, men varðveitast mótvegis restini av heiminum. Harumframt kundu menningarlond fáa serligar sømdir. Tey kundu eitt nú nýta handilsforðingar í størri mun enn ídnaðarlondini. Kortini eru nøkur frávik í MFN-meginregluni. Eitt nú kunnu lond gera sínámillum fríhandilssáttmála fyri vørur, og harvið taka framum vørur frá øðrum londum. Eitt ítøkiligt dømi er okkara kappingarstøða við eitt land sum Turkaland. Sama um Turkaland er limur í WTO, eru føroyskar fyritøkur, sum vilja útflyta fiskavørur til Turkalands, noyddar at rinda hægri toll enn teirra kappingarneytar úr Noregi og Íslandi. Mismunurin letur seg gera, tí bæði Ísland og Noreg, gjøgnum sín EFTA-limaskap, hava ein fríhandilssáttmála við Turkaland. Lív E. Eidesgaard. Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (fødd 1999) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Havnar Svimjifelag og Føroyska svimjilandsliðið. Danish Open 2014. Lív var tilmeldað til kappingarnar í 50, 100 og 200 metrum frí á Danish Open 2014. BankNordik stevna 22. - 23. mars 2014 í Vági. Lív vann fýra gull heiðursmerki og gjørdist fjórðmest vinnandi svimjarin á stevnuni og tann svimjarin hjá Havnar Svimjifelag, ið vann mest. Reykjavík International 2014. Lív luttók á Reykjavík International í januar 2014. HS-stevnan 2. og 3. nov. 2013. Lív vann 2 gull, 2 silvur og eitt bronsu heiðursmerki á HS-stevnuni 2013 í Havn. Ólavsøkusvimjingin 2013. Lív vann Ólavsøkusvimjingina við tíðini 5:27.8 Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2013 í Reykjavík. Lív setti føroyskt juniormet í 100 frí við tíðini 1:01.51. Familja. Lív er dóttir Annu og Erling Eidesgaard og abbadóttir Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmann. Systir hennara Vár (fødd 2001) og bróðirin Bartal (føddur 2003) eru eisini svimjarar. Valborg Heinesen. Valborg Heinesen (fødd 12. november 1986) úr Havn er ein føroyskur langteinarennari og lækni. Hon hevur vunnið gull á Oyggjaleikunum í 10.000 metra renning og í hálvmaraton og hevur sett føroysk met. Valborg hevur lisið til lækna í Póllandi frá 2007-2013 og flutti síðan til Danmarkar í oktober 2013, har hon starvast sum lækni á Hvidovre Hospital. Hon hevur fyrr starvast á Bispebjerg Hospital og sum kommunulækni. Venjari hennara er pólski Jacek Kostrzeba. HC Andersen maraton og DM í maraton 2014 í Odense. Valborg luttók á DM í maraton, sum var hildið hin 28. september 2014 í Odense á H.C. Andersen martaton. Valborg gjørdist nummar 3 og vann harvið bronsu, hon kom á mál við tíðini 2.49.37, sum var nýtt føroyskt met. Gamla metið átti Joan Bláfoss. Gott 4000 rennarar luttóku til kappingina. Valborg rann fyri felagið Sparta. Mikkalina Norðberg. Mikkalina Norðberg fødd, uppvaksin og búsitandi í Havn, er eitt føroyskt listafólk, sum arbeiðir við glaslist og hevur egna verksmiðju og fyritøku sum nevnist Mikkalina-Glas. Í 2014 vann hon heiðurin sum Ársins íversetari á Íverksetaradegnum. Verkstaður og sýnisgluggi er á Niels Finsensgøtu 32 í Havn. 610-árini. Øldir: 6. øld - 7. øld - 8. øld Áratíggju: 560-árini 570-árini 580-árini 590-árini 600-árini - 610-árini - 620-árini 630-árini 640-árini 650-árini 660-árini Ár: 610 611 612 613 614 615 616 617 618 619 Astrið Foldarskarð. Astrið Foldarskarð (fødd 1994) er ein føroyskur svimjari, ið svam á føroyska svimjilandsliðnum í fleiri ár. Hon byrjaði at svimja við FLOT sum 6-ára gomul. Seinni skifti hon felag til Ægir í Klaksvík. Í 2013 vandi hon við VAT í Danmark, og í 2014 svam hon fyri Swim Team Tåstrup. Í 2016 svam hon fyri Havnar Svimjifelag. Hon hevur fleiri ferðir sett føroysk met á teimum stuttu teinunum í frí og firvald og hevur vunnið fleiri heiðursmerki á Oyggjaleikum. Í august 2016 kunngjørdi hon á Facebook-vangamynd síni, at hon gavst við at svimja, tí hon fór undir útbúgving. Danish Open 2014. Astrið svam seg í finaluna í 50 m firvald við tíðini 28.57. World Cup í Berlin 2012. Astrið luttók á World Cup í Berlin í oktober 2012. Hon svam 100 metrar firvald við tíðini 1:06.99 og 50 metrar firvald við tíðini 28.00 sek. 600-árini. Øldir: 6. øld - 7. øld - 8. øld Áratíggju: 550-árini 560-árini 570-árini 580-árini 590-árini - 600-árini - 610-árini 620-árini 630-árini 640-árini 650-árini Ár: 600 601 602 603 604 605 606 607 608 609 Steinkópur. Steinkópur er gráur við dimmum blettum um allan kroppin. Kortið vísir viðastu útbreiðsluøki í heiminum. Steinkópur (frøðiheiti "Phoca vitulina") er uppi í teimum smáu kópunum, brimilin verður 150-190 cm langur og vigar 70-150 kg, opnan verður 130-170 cm long og vigar 60-110 kg. Teir eru ójavnt grámorreyðir og blettutir, grúkurin er rundbóllutur og snáðin stutt, hetta fær teir at líkjast frá láturkópi, sum hevur langvaksnan gnúk og langa snáð. Nósin kastar ullfeldin, áðrenn hann verður lagdur, og hann verður lagdur við stálgráum feldi, sum vatn rínur ikki við. Ungkópar, ið eru ikki kynsbúnir, fáa ljósamorreyðan feld. Steinkópur heldur til við strendurnar í tí lýggjara økinum norður í tað arktiska økið. Í Norðurhøvum er hann norðanfyri úr Frans Jósefslandi og Norðurnoregi, undir Svalbarði, Íslandi og serliga Suðurgrønlandi eystur í Kattegat og syðra partin í Eystarasalti og suður til strendurnar í Suðurportugal. Vestanfyri er hann suður til Cap Cod úti fyri Boston í Massachusetts. Steinkópur helt uppat at leggja í Føroyum í 18. øld; men hann sæst her regluliga. Í Norðurhøvum er steinkópur skiftur í eitt vestara og eitt eystara undirslag. Steinkópur hevur ikki lagt í Føroyum síðan í 1800-talinum. Hóast Steinkópurin ikki hevur lagt undir Føroyum í langa tíð hevur hann verið sæddur her um leiðir við jøvnum millumbilum. Í 1963-1967 vóru skotpremiur latnar fyri kóp. Tá komu nakrir undirkjaftar av steinkópi úr Suðri. Í 2008 var ein nósi sæddur - somuleiðis í Suðri, men tað er ikki vist um hann er lagdur her, ella um hann er komin úr Hetlandi. Í bæði 2013 og 2014 var steinkópur sæddur í Eysturoynni. Hetta eru møguliga tekin um, at Steinkópurin er á veg aftur til Føroya. Nógvur steinkópur var undir Føroyum fyrr, men í farnu øld doyði hann út her. Umframt at steinkópur Phoca vitulina og láturkópur Halichoerus grypus ikki líkjast – steinkópur hevur eitt runt høvd mótsett láturkópi, ið hevur eitt langt trýn, so leggur steinkópur um summarið, meðan láturkópur leggur tíðliga á vetri. Steinkópanósin verður lagdur uttan tað hvíta loðskinnið, ið er so eyðkent fyri láturkópanósan, og kann tí svimja, beinan vegin hann er lagdur. Steinkópanósin sýgur mammuna í 4 vikur, eftir hann er lagdur og lívbjargar síðani sær sjálvum.

 Steinkópur leggur í mai-juni á skerjum og smáhólmum inni á sundum og fjarðum. Væl lá tí fyri at sláa steinkóp, og veðrið var til vildar hesa ársins tíð, so steinkópurin kólnaði burtur. Onkur hendinga steinkópur er tó at síggja. Vaksin steinkópur er sæddur av og á kring oyggjarnar, men tá hevur mann hildið tað verið talan um gestir úr Íslandi ella Hetland

i. Steinkópur etur fisk. Føðin broytist alt eftir, hvat ið er at fáa, til dømis hýsa, glýsingur, nebbasild, toskur, hvítingur, sild, skrubba og reyðsprøka, harumframt ryggleys djór. Steinkópur er rættiliga støðufastur og heldur seg við útgrunnar strendur, sandgrynnur og sandriv, har hann fær ligið og sólað sær. Tað kann bera á, at nósar í vána veðri, ella tí fólk órógvar teir, villast burtur frá mammuni. Hesir nósar verða nevndir ýlarar, tí teir ýla eftir opnuni, og teir minstu koma sjáldan undan. Steinkópur látrast stutt eftir, at nósin er lagdur, og av tí at fostrið ikki fer at mennast fyrr enn 5-3 mánaðir seinni, er opnan kviðin í níggju mánaðir. Nýlagdur nósi dugir at svimja beinanvegin, hann er 70-100 cm langur, vigar 8-12 kg og sýgur mammuna í 3-6 vikur. Steinkópur er kynsbúgvin, tá ið hann er 3-5 ára gamal, og hann kann gerast 20 ára gamal. 

Í vesturstovninum undir Kanada - Nýfundland og Labrador - eru tilsamans 13.000 kópar. Tey hava gjørt upp, at í øllum stovninum í Eysturatlantshavi eru einir 70.000 kópar, av teimum eru 25.000 kópar úr tí íslendska stovninum, sum er í minking. Við Stórabretlands strendur er ein stovnur, ið er 26.000 kópar, hann er í vøkstri. Tað, ið eftir er av steinkópaflokkinum, er skift í smástovnar fram við Noregs strondum, Írlands, í Norðsjónum, Eystarasalti, frá Danmark til Niðurlond, og nakrir fáir hundrað eru undir Fraklandi. Steinkópastovnurin undir Útnyrðingsevropa hevur ment seg aftur eftir eina umfarsjúku í 1988. Tá ið uml. 20.000 steinkópar doyðu. Á hvørjum ári verða nakrir fáir hundrað steinkópar dripnir í Grønlandi. Annars er steinkópur sum heild friðaður á teimum leiðum, har ið hann teikar, uttan í Íslandi og Noregi, har ið tey veiða nakað av honum t.d. til granskingarendamál, og annars við alitingarnar í Norðurhøvum. Síðan 1977 hevur allur kópur verið friðaður í Danmark. 590-árini. Øldir: 5. øld - 6. øld - 7. øld Áratíggju: 540-árini 550-árini 560-árini 570-árini 580-árini - 590-árini - 600-árini 610-árini 620-árini 630-árini 640-árini Ár: 590 591 592 593 594 595 596 597 598 599 Tingræði. Tingræði er stýrisskipan ið krevur, at meiriluti á tingi stendur aftan fyri stjórnina. Hetta er ein stýrðisskipan, har stjórnin annaðhvørt hevur fleirtal í tinginum, ella ikki hevur eitt fleirtal ímóti sær. Tað er eisini nevnt parlamentarisma. Kjarnin í tingræðinum er, at stjórnin ikki kann tilnevnast, ella framhaldandi hava valdið, um ein meiriluti í tinginum annaðhvørt ikki gevur stjórnini sín stuðul ella er ímóti stjórnini. Stjórnin stendur sostatt til svars fyri tinginum. Vanliga verður tingræði sett í tveir bólkar: negativt og positivt tingræði. Í londum við positivum tingræði er tað neyðugt hjá stjórnini at hava eitt fleirtal aftan fyri seg, tá ið hon verður tilnevnd. Í londum við negativum tingræði, kann stjórnin tó sita við valdið, um hon bara ikki fær ein meiriluta ímóti sær. Negativt tingræði gevur frammanundan tí verandi útinnandi myndugleikanum, stjórnini, ein serligan rætt, tí stjórnin noyðist ikki at hava tingsins beinleiðis stuðul, bert má ikki vera greitt, at tingið beinleiðis er ímóti henni. Hesin serligi rættur í sambandi við negativt tingræði er søguliga ein arvur frá tíðini, tá kongur hevði veruligt stjórnarvald. Henda arv hava londini við positivum tingræði kastað av sær, og har krevst tí, at stjórnin beinleiðis verður stuðlað av tinginum. Í tingræðisligari skipan er í mestan mun talan um eina samanrenning millum lóggevandi og útinnandi vald. Talan er ikki um eitt veruligt valdstríbýti, tí stjórnin hevur bæði útinnandi og lóggevandi vald og “stríðandi” partarnir eru stjórn og meiriluti ella samgonga á tingi móti minniluta ella andstøðu á tingi. Gjøgnum síni umboð ella samgongulimir í tinginum hevur stjórnin eisini lóggevandi vald. Brøðurnir Grimm. Brøðurnir Grimm fóru undir at savna fólkaævintýrini, sum livdu á mannamunni millum manna í Týsklandi, og skrivaðu tey niður. Í 1812 kom fyrsta bindið út við 86 ævintýrum, og í 1815 kom seinna bindið við 70 ævintýrum. Teir endurskrivaðu ta munnligu frásøgnina, soleiðis ævintýrini gjørdust einsháttað í stíli. Jacob Grimm (1785-1863) og Wilhelm Grimm (1786-1859) vóru týskir mál- og fólkaminnisgranskarar. Teir vóru báðir útbúnir løgfrøðingar og arbeiddu saman alt lívið. Jacob er eisini kendur sum stovnsetari av germanskari málgransking. Hann vísti á ljóðflytingar og skapaði heiti sum umljóð og avljóð. Jacob og Wilhelm vóru undangongumenn á hesum øki og virkaðu við til, at málgranskarar og onnur í øllum Evropa fóru undir at savna og skriva niður skaldskapin av mannamunni. Nicole Sabouné. Nicole Sabouné (fødd 23. mai 1991) er ein svensk songkvinna og sangskrivari. Sabouné vaks upp í Sölvesborg og Lund. Í 2012 luttók hon í sjónvarps talentkappingini The Voice Sverige, har ið hon hevði Ola Salo sum venjara. Hon megnaði at koma til hálvfinaluna í kappingini. Sabouné skrivar sín tónleik saman við Salo og Niklas Stenemo. Josefine Jinder. Astrid Maria Josefine Jinder, betri kend sum Little Jinder (fødd 20. februar 1988) er ein svensk songkvinna og sangskrivari. Hon er dóttir Åsa Jinder. Josefine Jinder gav sína fyrstu tónleikaútgávu út í august 2008, sum var EP'in "Polyhedron". Í mars 2009 kom "Youth Blood" 12", báðar útgávurnar komu út hjá amerikanska plátufelagnum Trouble & Bass. Síðan hevur hon ferðast nógv við sínum tónleiki og spælt bæði í Evropa og USA. Norðuríshavið. Norðuríshavið og onnur høv í arktiska økinum. Norðuríshavið eisini nevnt Íshavið og Arktiskahavið er eitt av heimsins fimm heimshøvum, og fevnir um tey arktisku økini. Hesi lond hava strond móti Norðuríshavinum: Noreg, Russland, USA, Kanada, Grønland og Ísland og víðari til Jan Mayen, Sørkapp á Svalbard, Bjarnoynna og Nordkapp. Norðuríshavið fevnir um eitt økið á 10 milliónir km², við einum miðaldýpi á 1300 m og hevur eina vatnmongd á 12,4 milliónir km³. Av og á sæst Norðuríshavið umrøtt saman við Barentshavinum, Kyrrahavinum og Norskahavinum sum eitt samanhangandi arktiskt hav. Norðsjógvurin. Kort yvir Norskahavið, Norðsjógvin og onnur høv. Norðsjógvurin er tann parturin av Atlantshavinum sum liggur millum Noreg og Danmark í eystri, Bretsku oyggjarnar í vestri og Týskland, Niðurlond, Belgia og Frakland í suðri. Í norði er 61. breiddarsirkul mark móti Norskahavinum, í eystri er linjan Lindesnes – Hanstholm móti Skagerrak, í suðri er linjan Calais – Dover móti Ensku kanalini. Í útnyrðingi gongur markið móti Atlantshavinum úr norðurenda Skotlands yvir Orknoyar og Hetland. Norðsjógvurin fevnir um eitt øki á 0,6 milliónir km², og støddin á vatnmongdini er 0,67 milliónir km³. Av stórum áum, ið renna út í Norðsjógvin eru Elben við Cuxhaven, Weser við Bremerhaven, Ems við Emden, Rhinen og Maas við Rotterdam, Schelde við Vlissingen, Themsen og Humber við Hull. Tað eru stórar mongdir av olju og náttúrugass undir havbotninum, og eitt lag av koli undir hesum. Har ið Norðsjógvurin er djúpast er dýpið 690 metrar, í meðal er dýpið 95 metrar. Eystrasalt. Eystrasalt og londini í økinum Eystrasalt ella Baltiskahavið er eitt umleið 413 000 ferkilometra stórt og upp til 459 metrar djúpt hav við brakkvatni í Norðureuropa, minni salt enn t.d. Atlantshavið, men tó ikki feskt vatn. Eystrasalt hevur mark í vestri til Danmark og Svøríki, í eystri til Finland, Russland, Estland, Lettland og Litava, í suðri til Pólland og Týskland. Eystrasalt rennur út í Norðsjógvin gjøgnum Oyrasund, Lítlabelt og Stórabelt. Við Álandsoyggjarnar er eitt avmarkað smalt sjóøki, sum verður nevnt Bottenhavið. Við Umeå er eitt annað smalt øki, Kvarken, sum skilur Bottenhavið frá Botnisku víkini. Frá norðara parti av Eystrasalti eru tvær stórar víkir: Finska víkin (millum Finland og Estland) og Rigavíkin. Við strendurnar og í skergørðunum frystir Eystrasalt til ís um veturin. Bottenvíkin er altíð fullkomiliga løgd undir ís partar av vetrinum, tað sama er galdandi fyri teir innaru partarnar av Finnsku víkini. Tað kann henda, at Beltini og Oyrasund frysta, men tað hendir ikki ofta, og ávisar vetrar kann drívísur ella pakkísur vera at finna har.. 1658 fór Karl X Gustav við einari svenskari herdeild yvir um tey frystu sundini Lítla- og Stórabelt í Danmark. Í Eystrasalti eru fleiri stórar oyggjar, eitt nú Gotland, Öland, Bornholm, Dagoy, Ösel, Áland og Rügen. Størri áir, sum renna út í Eystrasalt: Neva, Wisła, Oder, Daugava, Njemen, Dalälven, Torneáin, Kemijoki, Oulujoki og Narva. Størri býir við strendurnar í Eystrasalti: St. Pætursborg, Stokkhólmur, Helsingfors, Kiel, Rostock, Stralsund, Gdansk, Riga, Stettin (Szczecin), Gdynia, Kaliningrad, Tallinn (onkuntíð verða eisini býirnir Keypmannahavn, Malmö og Klaipėda taldir við). Tey fiskasløg, ið verða mest fiskað í Eystrasalti, eru brislingur, sild og toskur. Laksur verður eisini fiskaður í Eystrasalti. Saba. Saba er ein oyggj í Karibiska havinum, sum politiskt hoyrir til Niðurlond. Oyggin hevur status sum niðurlendsk kommuna við serstøðu. Saba var til 10. oktober 2010 ein partur av Niðurlendsku Antillunum. Á oynni búgva 1991 fólk. Høvuðsstaðurin eitur The Bottom. Schiphol Flogvøllur. Schiphol Flogvøllur (niðurlendskt: "Luchthaven Schiphol") er størsti flogvøllurin í Niðurlondum og eisini ein av teimum størstu í Evropa. 580-árini. Øldir: 5. øld - 6. øld - 7. øld Áratíggju: 530-árini 540-árini 550-árini 560-árini 570-árini - 580-árini - 590-árini 600-árini 610-árini 620-árini 630-árini Ár: 580 581 582 583 584 585 586 587 588 589 570-árini. Øldir: 5. øld - 6. øld - 7. øld Áratíggju: 520-árini 530-árini 540-árini 550-árini 560-árini - 570-árini - 580-árini 590-árini 600-árini 610-árini 620-árini Ár: 570 571 572 573 574 575 576 577 578 579 560-árini. Øldir: 5. øld - 6. øld - 7. øld Áratíggju: 510-árini 520-árini 530-árini 540-árini 550-árini - 560-árini - 570-árini 580-árini 590-árini 600-árini 610-árini Ár: 560 561 562 563 564 565 566 567 568 569 550-árini. Øldir: 5. øld - 6. øld - 7. øld Áratíggju: 500-árini 510-árini 520-árini 530-árini 540-árini - 550-árini - 560-árini 570-árini 580-árini 590-árini 600-árini Ár: 550 551 552 553 554 555 556 557 558 559 4. øld. (3. øld - 4. øld - 5. øld) 4. øld var frá 301 til 400 í tí gregorianska kalendaranum. Týdningarmikil fólk. * 3. øld. (2. øld - 3. øld - 4. øld) 3. øld var frá 201 til 300 í tí gregorianska kalendaranum. Týdningarmikil fólk. * 2. øld. (1. øld - 2. øld - 3. øld) 2. øld var frá 101 til 200 í tí gregorianska kalendaranum. Týdningarmikil fólk. * 2. áratúsund. Áratúsund: 1. áratúsund – 2. áratúsund – 3. áratúsund 2. áratúsund byrjaði 1. januar 1000 og endaði 31. desember 1999. Eileen. Eileen er eitt konufólkanavn, sum kemur frá navninum Helen, Elaine ella Ellen. Talan er um tann angliseraða formin av írska navninum Eibhlín, sum aftur kemur frá tí eldra írska galisiska navninum Aibhilín ella Eilín (enska versjónin er Aveline). Navnið Eileen er eitt av 1000 best umtóktu konufólkanøvnunum hvørt einasta tíggjuáraskeið í USA síðan 1880. 540-árini. Øldir: 5. øld - 6. øld - 7. øld Áratíggju: 490-árini 500-árini 510-árini 520-árini 530-árini - 540-árini - 550-árini 560-árini 570-árini 580-árini 590-árini Ár: 540 541 542 543 544 545 546 547 548 549 530-árini. Øldir: 5. øld - 6. øld - 7. øld Áratíggju: 480-árini 490-árini 500-árini 510-árini 520-árini - 530-árini - 540-árini 550-árini 560-árini 570-árini 580-árini Ár: 530 531 532 533 534 535 536 537 538 539 520-árini. Øldir: 5. øld - 6. øld - 7. øld Áratíggju: 470-árini 480-árini 490-árini 500-árini 510-árini - 520-árini - 530-árini 540-árini 550-árini 560-árini 570-árini Ár: 520 521 522 523 524 525 526 527 528 529 510-árini. Øldir: 5. øld - 6. øld - 7. øld Áratíggju: 460-árini 470-árini 480-árini 490-árini 500-árini - 510-árini - 520-árini 530-árini 540-árini 550-árini 560-árini Ár: 510 511 512 513 514 515 516 517 518 519 500-árini. Øldir: 5. øld - 6. øld - 7. øld Áratíggju: 450-árini 460-árini 470-árini 480-árini 490-árini - 500-árini - 510-árini 520-árini 530-árini 540-árini 550-árini Ár: 500 501 502 503 504 505 506 507 508 509 Rutger Jan Schimmelpenninck. Rutger Jan Schimmelpenninck við familjuni. Rutger Jan Schimmelpenninck (føddur 31. oktober 1761 í Deventer, deyður 15. februar 1825 í Amsterdam) var ein niðurlendskur politikari. Hann las løgfrøði á Leiden Universitetinum frá 1781 til 1784. Hann gjørdist advokatur í Amsterdam í 1784. Hann var limur í tjóðartinginum (1796 - 1798). Hann var forseti í tjóðartinginum og virkandi statsleiðari hjá Bavariska lýðveldinum frá 17. mai 1796 til 30. mai 1796 og frá 15. mai 1797 til 29. mai 1797. Francisco Goya. Francisco de Goya, portrett sum Vicente López Portaña hevur málað Francisco José de Goya y Lucientes (føddur 30. mars 1746 í Fuendetodos, Aragonia, Spania, deyður 16. apríl 1828 í Bordeaux, Frakland) var ein spanskur listamálari frá Romantikkini. Hann vaks upp í Zaragoza í landnyrðinspartinum av Spania og fór sum 14-ára gamal í læru hjá listamanninum José Luzan. Eftir eina ferð til Italia 1770-1771 var hann virkin við at framleiða tað kongaliga gobelinið og flutti síðan til Madrid í 1774. Umleið 1780 byrjaði hann lívsleið sín við tað kongaliga akademiið og við tað spanska kongshúsið, har hann varð útnevndur sum høvuðsmálari í 1799. Samstundis við starvið hjá kongshúsinum fylgdi hann væl við og dokumenteraði ræðuleikar undir Napoleonskrígnum við bløðum og málningum. Orsakað av spentu politisku støðuni í Spania, flutti hann í 1824 til Fraklands. Hann andaðist í Bordeaux í1828. Nógv av verkum hansara, eitt nú Tann nakna Maja, verða framsýnd á Museo del Prado í Madrid. Goya verður av mongum sæddur sum tann seinasti av teimum gomlu meistarunum og sum tann fyrsti av teimum modernaðu. Hann hevur givið íblástur til meistarar sum Manet og Picasso og Francis Bacon. 490-árini. Øldir: 4. øld - 5. øld - 6. øld Áratíggju: 440-árini 450-árini 460-árini 470-árini 480-árini - 490-árini - 500-árini 510-árini 520-árini 530-árini 540-árini Ár: 490 491 492 493 494 495 496 497 498 499 480-árini. Øldir: 4. øld - 5. øld - 6. øld Áratíggju: 430-árini 440-árini 450-árini 460-árini 470-árini - 480-árini - 490-árini 500-árini 510-árini 520-árini 530-árini Ár: 480 481 482 483 484 485 486 487 488 489 Nicolai Mohr. Nicolai Mohr (f. 22. november 1742 í Havn – d. 4. februar 1790 í Danmark) var sonur Peter Jensen og Onnu Jákupsdóttur, sum búðu úti á Reyni. Hann gekk á Latínskúlanum, og fór síðan undir at lesa náttúru- og fíggjarfrøði. Hann tók Filosofikum í 1767. Mohr verður í 1780 sendur til Íslands sum náttúruserkønur fyri Den Kgl. Porcelænsfabrik at gera kanningar, og í 1786 fær hann fast starv hjá hesi fyritøku. Hann hevði tó ikki langa ævi, tí longu í 1790 andaðist hann í Danmark. Høvuðsbókmentaverkið hjá Nicolai Mohr er ikki um føroysk viðurskifti, men íslendsk. Mohr var í Íslandi tey bæði árini 1780 og 1781, og heimafturkomin skipaði hann tilfarið, ið hann bevði fingið á kanningarferð síni í bókina: "Forsøg til en Islandsk Naturhistorie med adskillige oeconomiske samt andre Anmærkninger". Frá Íslandsferðini stavar eisini stutt grein: "Um aðferð Norðmanna, Færeyinga, Skotta og Hjaltlendinga - at veiða smáupsa eður upsaseiði", sum kom í eitt íslendskt tíðarrit í 1782. Av føroyskum verkum, sum Mohr hevur lagt úr hondum, kunnu nevna lut hansara í "Svabos Indberetninger", hann hevur skrivað umleið 400 s. ella stívan fjórðing av hesum verki. Enn er at nevna orðasavnið upp á 7.450 orð, ið liggur eftir hann. Hann byrjaði í studentadøgunum at savna orðatilfar og økti um hetta savn støðugt. Eftir deyða hansara gav danskur prestur, Hasløe at navni, ið giftist við einkjuni eftir Mohr, kongliga bókasavninum í Keypmannahavn handritið. Jørgen Landt. Jørgen Jørgensen Landt (1751 í Bred í Assens – 26. juni 1804 í Bornholm) var borin í heim umleið ár 1751 í Bred í Danmark. Í 1773 leitaði hann á lærda háskúlan í Keypmannahavn og tók prógv har í 1777. Í 14 ár virkaði hann sum privatlærari, áðrenn hann í 1791 varð útnevndur til sóknarprest í Norðstreymoyar prestagjaldi við bústaði í Kvívík. Hann giftist í 1792 við Anniku Hedevig Djurhuus, dóttir Johan Christian Djurhuus á Nesi og norsku konu hansara, Mariu Rønning. Í sjey ár røkti Landt embætið í Norðstreymoy, men í 1798 søkti hann vegna heilsubrek aftur til Danmarkar, har hann fekk embæti í Olsker og Allinge. Her doyði hann í 1804. Clæmint Høgnesen. Clæmint Høgnesen (1828-1916) var bóndasonur úr Stórustovu í Oyndarfirði og kom á ungum aldri í kongliga handilin úti í Klaksvík og var har í 10 ár. Tá handilin verður seldur í 1856, flytur hann aftur til Oyndarfjarðar og verður bóndi í Stórustovu í 1858. Stutt eftir at Jørgen Bech hevði keypt handilin í Klaksvík, loysir Clæmint handilsloyvi í heimbygd síni og fer at handla fyri Jørgen Bech. Høgnesen var ein av slóbrótarunum fyri skipsfiskiskapi í Føroyum. Clæmint Høgnesen byrjaði at handla í Oyndarfirði í 1856; eftir stuttari tíð eydnaðist tað honum at byggja upp eitt stórt handilsvirki við úthandlum í Fuglafirði, Elduvík og Gjógv, men við Oyndarfirði sum miðdepli og høvuðsbygd á hesum leiðum fram til aldarskiftið 1900. Svend Grundtvig. Svend Grundtvig (9. september 1824 í Christianshavn – 14. juli 1883 í Frederiksberg) var danskur málfrøðingur og skaldskapar- og fólkaminnisgranskari. Hann hevði serligan áhuga fyri føroyskum máli og bókmentum. Saman við svágrinum Jørgen Bloch savnaði hann saman og gav út Føroya kvæði og tilhoyrandi orðabók. Saman góðu teir eisini út stóra vísindalia verkið "Danmarks gamle Folkeviser". 470-árini. Øldir: 4. øld - 5. øld - 6. øld Áratíggju: 420-árini 430-árini 440-árini 450-árini 460-árini - 470-árini - 480-árini 490-árini 500-árini 510-árini 520-árini Ár: 470 471 472 473 474 475 476 477 478 479 Pablo Picasso. Pablo Ruiz Picasso, fult navn: Pablo Diego José Francisco de Paula Juan Nepomuceno María de los Remedios Cipriano de la Santísima Trinidad Mártir Patricio Ruiz y Picasso (føddur 25. oktober 1881 í Málaga, Andalusia, Spania, deyður 8. apríl 1973 í Mougins, Frakland) var ein spanskur listamálari, myndahøggari og yrkjari, sum búði mesta av vaksna lívi sínum í Fraklandi. Hann verður av mongum mettur at vera ein hin týdningarmiklasti listamálarin í 20. øld saman við Matisse og Warhol. Hann menti sín egna stíl, kubismuna, saman við Georges Braque. Hann málaði ymisk stílsløg og gjørdi eisini standmyndir. Kendasta verkið hjá Picasso verður mett at vera ein málningur, sum er ein avmyndan av týskum bumbuflogførum sum kasta sínar bumbur yvir Guernica undir spanska borgarakrígnum. Ein av málningum hansara, "Garçon à la Pipe" (1905) bleiv í 2004 selt fyri methøga prísin $ 104 milliónir. Hetta metið bleiv tó tikið seinni at málninginum hjá Gustav Klimt "Portrett av Adele Bloch-Bauer", sum varð selt fyri $ 135 milliónir í 2006. Og málningurin hjá Jackson Pollock "No. 5, 1948" var seldur fyri140 milliónir $ í november 2006. Van Gogh Savnið. Van Gogh Savnið (niðurlendskt: "Van Gogh Museum") er eitt savn í Amsterdam við listarverkum eftir kenda listamannin Vincent van Gogh og øðrum listafólkum frá samtíð hansara. Savnið læt upp í 1973 og hevur tað størsta savnið í heiminum við Van Gogh málningum og tekningum. Í 2012 vitjaðu 1.438.000 fólk savnið, og tað ger savnið til mest vitjaða savnið í Niðurlondum og 30. mest vitjaða listasavnið í heiminum. Savnið liggur í býarpartinum Amsterdam-Zuid (Suður) nærindis Stedelijk Museum, Rijksmuseum og Concertgebouw. Tal av vitjandi. Savnið hevði 1.429.854 vitjandi í 2010, 1.600.298 vitjandi í 2011, og 1.438.000 vitjandi í 2012, sum ger tað til mest vitjaða savn í Niðurlondum (2010–2012) og 30. mest vitjaða listasavn í heiminum (2012). Museum Van Loon. Museum Van Loon er eitt savn í Amsterdam. Steinn Steinarr. Steinn Steinarr (13. oktober 1908 – 25. mai 1958) var ein undangongumaður innan modernistiska yrking í Íslandi. Steinn Steinarr er skaldanavn fyri Aðalsteinn Kristmundsson. Hansara yrkingar eru kenslubornar og stílreinar, einfaldar, men stundum myndaríkar. Steinarr verður taldur millum fremstu íslendsku yrkjararnar í 20. øld. Yrkingin "Barn" er úr savninum "Ljóð", sum kom út í 1937. Hann var føddur í Nauteyrarhreppi á Norðurlandinum í Íslandi, men flutti ungur til Reykjavíkar. Henri Matisse. Henri Matisse føddur Henri-Émile-Benoît Matisse (31. desember 1869 – 3. november 1954) var franskur listamálari og grafikari. Matisse varð føddur í Le Cateau-Cambrésis í Norðurfraklandi, pápi hansara var kornsølumaður. Matisse varð upprunaliga útbúgvin sum løgfrøðingur. Eftir løgfrøðislesnaðin starvaðist hann í nøkur ár á einari advokatskrivstovu og sum frítíðaráhugamál byrjaði hann at tekna. Í 1890 fekk hann blindtarmsbruna, og meðan hann royndi at koma fyri seg aftur eftir sjúkuna, málaði hann sínar fyrstu málningar. Í oktober 1891 fór hann aftur til Paris fyri at lesa list. Hann royndi at sleppa inn á École des Beaux-Arts í 1892, men kláraði ikki upptøkuroyndina. Síðn fór hann á fleiri málaraskeið og seinni sama ár gjørdist hann næmingur hjá Gustave Moreau. Í mars 1895 eydnaðist tað honum at sleppa inn á École des Beaux-Arts. Hann giftist í januar 1898 við Amélie Noémie Alexandrine Parayre, tey fingu synirnir Jean (1899) og Pierre (1900). Áðrenn tað átti hann dóttrina Marguerite Emilienne í september 1894. Tá hann var 25 ára gamal málaði hann eina mynd sum eitur ”La liseuse” / ”Lesandi kvinna”, sum gjørdi hann kendan orsakað av tí einfalda stílinum, sum hann málaði við. Hann gekk høgt upp í komposisjón og brúkti sterkir litir. Hann hevði sín egna listaskúla tíðarskeiðið 1908-1911. Seinni ferðaðist hann runt í Evropa og Afrika har hann sýndi verk síni fram. Eftir seinna heimskríggj gjørdist Matisse sjúkur av krabbameini og kundi tí ikki standa við sítt staffeli og mála. Tí fór hann í gongd við at klippa og klistra myndir / découpage, sum hann eisini gjørdist kendur fyri. Hann hevði eitt hjálparfólk at hjálpa sær við hesum arbeiðnum. Hann helt fram við at klippa og klistra til hann andaðist í Nice hin 3. november 1954. Hann gjørdist 84 ára gamal. Í Nice er eitt Henri Matisse savn í býarpartinum Cimiez, 164 Av. des Arènes de Cimiez, har ið útgrevstir frá fornøldini eisini eru at finna. Munch-savnið. Munch-savnið (norskt: "Munch-museet") er eitt savn í Oslo við listarverkum eftir kenda listamannin Edvard Munch. Savnið læt upp í 1963, hundrað ár eftir at hann varð føddur. Bygningurin er teknaður av arkitektunum Gunnar Fougner og Einar Myklebust. Myklebust var eisini arkitekturin, ið stóð fyri einari umfatandi útbygging og umvælingararbeiði, ið varð vígt í 1994 á 50-áradegnum fyri deyða Munchs. The Bottom. The Bottom er høvuðsstaðurin í Saba. Býurin hevur umleið 500 íbúgvar og er størsta bygdin á oynni. Eitt sjúkrahús er á oynni, tað liggur í The Bottom. Navnið kemur av tí niðurlendska orðinum "de botte" sum merkir "skálin". Tað sipar til at bygdin liggur niðri í botninum á einum dali. Á enskum máli er navnið bronglað til tað enska "The Bottom". Dism. Dism er ein føroysk fyritøka ið framleiðir fleiri ymisk sløg av føroyskum brennivíni. Dism varð sett á stovn í 2008, og tað fyrsta sum fyritøkan framleiddi var Lívsins Vatn, sum er eitt slag av akvavitti. Hetta var fyrsta føroyska framleiðslan av brennivíni. Orsakað av rúsdrekkalógini, sum ikki loyvir framleiðslu av sterkum løgi í Føroyum, var fyritøkan noydd til at framleiða brennivíni uttanfyri Føroyar. Føroyskt kelduvatn varð útflutt til eitt av grannalondunum har tað varð destillerað og síðan varð tann lidna vøran seld í Rúsuni í Føroyum. Lógin er síðan broytt, soleiðis at sterkt øl kann framleiðast í Føroyum, men sterkt rúsdrekka sum brennivín kann framvegis ikki framleiðast í Føroyum. Stjóri í fyritøkuni er Erling Eidesgaard. Oranjestad (Aruba). Oranjestad er høvuðsstaðurin í Aruba. Býurin hevur umleið 34 980 íbúgvar og er størsti býur á oynni. Navnið merkir Appelsinbýurin, men á lokala málinum, papiamento, verður býurin ofta umrøddur sum "Playa". Oranjestad er uppkallaður eftir Willem van Oranje-Nassau. Søga. Oyggin var funnin hin 26. juli 1499 av spanska sjófararanum Alonso de Ojeda. Av fyrstan tíð búðu arawakindianar í økinum. Frá 1636 gjørdist staðið ein havn sum West-Indische Compagnie (Niðurlendska Vestindiska Kompaníið) nýtti, og í 1797 gjørdist býurin høvuðsstaður á Aruba. Annika Norlin. Annika Norlin (fødd 22. november 1977 í Östersund) er ein svensk songkvinna og sangskrivari. Hon er kend frá bólkunum Säkert! og Hello Saferide. Síðan 2009 hevur hon búð í Umeå, har hon lesur sálarfrøði á Umeå universitinum. Erling Eidesgaard. Erling Eidesgaard (føddur 18. september 1971) er ein føroyskur vinnulívsmaður av Tvøroyri, búsitandi í Havn. Lívsleið sum vinnulívsmaður. Erling er stjóri í fyritøkuni Dism, sum var fyrsta føroyska fyritøkan, ið framleiddi føroyskt brennivín, sum orsakað av føroysku lóggávuni tó mátti framleiðast í øðrum landi enn Føroyum, men við føroyskum vatni, sum mátti útflytast til endamálið. Øll fýra sløgini sum Dism higartil hevur framleitt, Lívsins Vatn, Havið, Baraldur og Eldvatn (akvavitt, gin og vodka) hava vunnið heiðursmerki á altjóða blindsmakkikappingum. Eitt nú vunnu øll fýra sløgini antin gull ella silvur á blindsmakking í Eysturríki í 2014, har umleið 400 sløg av brennivíni frá 30 ymiskum londum luttóku. Erling hevur fyrr verið stjóri í fyritøkuni Eitt, sum var veitari av internet tænastum. Fyritøkan legði saman við aðrari størri fyritøku og er ikki til longur. Lívsleið innan svimjing. Erling er formaður í Havnar Svimjifelag. Hann svimur í masters kappingum og børn hansara: Lív, Vár og Bartal eru aktivir svimjarar, eitt nú vann dóttirin Lív Ólavsøkusvimjingina, næstelsta dóttirin Vár gjørdist nummar tvey og Erling sjálvur gjørdist nummar fýra tá øll eru tald við, sonurin Bartal luttók eisini sum einasta mannfólk undir 25 og vann hann tí eisini tað kappingina, Erling gjørdist nummar tvey í bólkinum hjá monnum yvir 25. Lív (fødd 1999) er nú á føroyska landsliðnum í svimjing. Familja. Erling er sonur Anitu og Jóannes Eidesgaard, sum var Føroya løgmaður 2004-08. Erling er giftur við Annu Eidesgaard, tey eiga børnini Lív, Vár og Bartal. Willemstad. Willemstad er høvuðsstaðurin í Curaçao. Býurin hevur umleið 150 000 íbúgvar og er størsti býur á oynni. Tungurahua. Tungurahua-gosfjallið liggur 135 kilomatrar sunnanfyri høvuðsstaðin Quito og goysti í 2006. Seks fólk doyðu og 700 hús vóru oyðiløgd tá. Tungurahua-gosfjallið, ið er 5029 metrar til hæddar, er 135 kilometrar sunnan fyri høvuðsstaðin Quito í Ekvador. Tungurahua hevur gjørt um seg við jøvnum millumbilum síðan 1999. Gosfjallið goysti t.d. í 2006, og ta ferðina doyðu seks fólk. Fleiri bygdir og býir eru nærhendis Tungurahua. Mest hótti býuruin er Banos, ið eisini er vælumtókt ferðamál. Fjall. Eitt fjall er eitt landafrøðiligt stað sum hevjar seg yvir umhvørvi rundan um við einari hædd sum kann vera millum nakrar tíggjutals metrar til fleiri túsund metrar, tó verður eitt fjall ofta definerað sum í minsta lagi 600 metrar høgt, í Encyclopædia Britannica er eitt krav um minstamark í hædd á 610 metrar. Í Føroyum verður orðið fjall tó eisini nevnt um fjøll ið eru undir tað marki. Orðið fjall verður ofta brúkt um fjallarøðir. Tey flestu av jarðarinnar fjøllum eru blivin til antin við vulkanskum virksemi ella við forskjótingum í jarðarskorpuni ella við erodering av kringliggjandi bleytum fjallasløgum. Størsti parturin av jarðarinnar fjøllum finnast á havins botni. Á landi eiga fjøllini 24% av yvirfløtuni: 52 prosent av Asia, 25 prosent av Evropa, 3 prosent av Afrika, 17 prosent av Avstralia, 36 prosent av Norðuramerika og 22 prosent av Suðuramerika. Hægsta fjalli í heiminum er Mount Everest (Nepal), sum er 8.848 metrar høgt. Heimsins hægstu fjøll. Tað eru 14 fjøll í heiminum, sum eru yvir 8.000 metrar yvir havið ella hægri. Skógur. Ein skógur er eitt størri økið, sum er klætt við meira ella minni høgum trøum. Ofta verður eitt øki definera sum ein skógur, tá tað eru so nógv trø, at tey ávirka nærumhvørvið, tvs. at tað er minni vindur og annar hiti millum trøini enn um tey ikki høvdu verið har. Tá ið hæddin á trøunum er yvir 5 metrar og avstanduri millum tey er minni enn 30 metrar, so fer ein slík broytig fram í umhvørvinum. ST definerar eitt øki sum skóg, tá tað er størri enn 5.000 kvadratmetrar, inniheldur trø ið eru hægti enn fimm metrar og tá trækrúnurnar fevna um minst 10% av økinum. Skógir hoyra heima har ið tað regnar meira enn tað osar burt. Tilsaman eru um 25 skógfriðað lendi eru í Føroyum. Lagos. Lagos er størsti býur í Nigeria, og fyrisitingarligur høvuðsstaður fyri lutstatin við sama navni. Lagos stórbýarøki, Metropoliska Lagos, hevur 16 lokalar eindir (local government areas) við knapt 10.4 milliónum íbúgvum sambært fólkateljingini í 2012. Tað ger Lagos stórbýarøkið til stórbýarøki í Afrika, sum hevur næstflest fólk, næst eftir Kairo, Egyptaland. Lagos var til 1991 eisini høvuðsstaður í Nigeria, men tá gjørdist Abuja høvuðsstaður í landinum. Lagos er tann næstmest týðandi havnarbýurin í Nigeria. Tann týdningarmiklasti vinnulívsmiðdepilin í býnum liggur á främsta Victoria Island. Býurin hevur tann næstskjótasta fólkavøksturin í Afrika og 7. størsta fólkavøksturin í øllum heiminum. Sambært Lagos State Government er fólkatalið í býnum 17,5 milliónir, men hetta talið verður ikki mett at vera rætt av nigeriansku stjórnini og av National Population Commission, sum meta rætta talið at liggja um 21 milliónir, og um tað er rætt, so er Lagos størsti býur í Afrika. Søga. Lagos var upprunaliga ein yoruba-býur við aworifolkinum og var frá byrjan nevndur Oko. Býurin fekk navnið Lagos frá teimum fyrstu portugisisku niðursetufólkunum, uppkallaður eftir býnum Lagos í Algarve. Millum 1404 og 1889 var býurin ein týðandi miðdepil fyri trælahandilin. Eftir at Stórabretland hevði annekterað býin í 1861 helt trælahandilin uppat. Í 1866 var Lagos lagdur saman við Sierra Leone, og 1874–1886 hoyrdi býurin til krúnkoloniina Gullstrondina. 1886–1906 hevði Lagos egna umsiting, síðan var býurin lagdur saman við Suðurnigeria og gjørdist í 1914 partur av Nigeria. Eftir at Nigeria gjørdist sjálvstøðugt frá Stórabretlandi í 1960 gjørdist býurin høvuðsstaður í Nigeria. Býurin vaks skjótt í 1960-árunum og 1970-árunum. Í 1991 gjørdist Abuja, sum liggur inni í landinum, høvuðsstaður í Nigeria. Sjálvt um Lagos ikki longri er høvuðsstaður er býurin enn tað óalmenna sæti fyri fleiri statsligar myndugleikar. Orientalska ortodoksa kirkjan. Orientalska ortodoksa kirkjan er ein ortodoks kirkja og søguliga kirkjan í Egyptalandi, Sýria, Kerala í India, Armenia, Eritrea og Etiopia. Felagið fyri kommunufeløg í Evropa. Felagið fyri kommunufeløg í Evropa (á enskum Council of European Municipalities and Regions, stytt CEMR) varð stovnað í Genéve í Sveis longu í 1951 av borgarstjórum í nøkrum størru evropeisku býum. Endamálið við felagsskapinum var og er at styrkja lokala fólkaræðið og lokala myndugleikan í øllum teimum evropeisku londunum. Felagið fyri kommunufeløg í Evropa vil tryggja, at lokal áhugamál eisini verða hoyrd í einum Evropa samveldi, sum annars er nógv merkt av umfatandi skrivstovuveldi. Í dag er CEMR tann størsti felagsskapurin í heiminum fyri regionalar og kommunalar myndugleikar. Í felagskapinum er 58 limir, ið fyrst og fremst eru kommunufeløg og býarfeløg. Teir 58 limirnir umboða fleiri enn 100.000 kommunalar og regionalar myndugleikar úr øllum Evropa. Millum annað eru øll systurfeløgini hjá KSF í Norðurlondum limir í felagsskapinum. Felagskapurin hevur tvær skrivstovur, eina í París og eina í Brússel við tilsamans 20 starvsfólkum. Limfeløgini hava tveir regluligar fundir um árið. Politiskur formaður fyri felagsskapin er borgarstjórin og guvernørurin í Wien, Michael Hãupl. Heiðursforseti fyri felagsskapin er fyrrverandi franski forsetin Valéry Gisgard d'Estaing. Føroyskur limaskapur. Kommunusamskipan Føroya (KSF) samtykti á stýrisfundi fríggjadagin 29. oktober 2010 at søkja um atlimaskap í felagsskapinum, ið er størsti felagsskapur í heiminum fyri kommunufeløg og regiónalar myndugleikar. Seinast í september mánað í 2010 var stýrið í Kommunusamskipan Føroya á fundi í Brússel við leiðsluna fyri CEMR. Endamálið við fundinum var millum annað at kanna møguleikarnar hjá Kommunusamskipanini fyri limaskapi í felagsskapinum. KSF vil við atlimaskapinum í CEMR fyrireika seg uppá, at ein alsamt størri partur av lóggávuni, eisini her á landi, kemur at hava sín uppruna í ES. Í Føroyum kenna kommunurnar longu nú avleiðingarnar av ES-lóggávu. Ein stórur partur av arbeiðinum hjá CEMR snýr seg um at ávirka lógararbeiði soleiðis at tað kann lagast til viðurskiftini í teimum ymisku londinum. Kommunur í Føroyum hava seinastu árini uppliva, at lóggáva serliga á umhvørvis- og á tí veterinera økinum verður umsett úr danskari ES-lóggávu, og uttan fyrilit verða sett í gildið í Føroyum. KSF vantar at við limaskapi í CEMR kunna føroysku kommunurnar fáa innlit og læra av hvussu kommunur í øðrum londum tillaga ES lóggávu til staðbundin viðurskifti. Við limaskapi í CEMR fær Kommunusamskipan Føroya eisini møguleikan fyri at knýta sambond við onnur kommunufeløg og býarfeløg í øllum Evropa, eins og felagið fær møguleika fyri at luttaka í arbeiðsbólkum og verkætlanum, ið verða skipaðar innan CEMR. 460-árini. Øldir: 4. øld - 5. øld - 6. øld Áratíggju: 410-árini 420-árini 430-árini 440-árini 450-árini - 460-árini - 470-árini 480-árini 490-árini 500-árini 510-árini Ár: 460 461 462 463 464 465 466 467 468 469 Páll Danielsen. Páll Danielsen (føddur 1964) er ein føroyskur sjónleikari og raddaleikari. Hann er útbúgvin sjónleikari á Teaterskolen við Århus Teater í 1991 og hevur drúgvar royndir sum sjónleikari bæði í Danmark og Føroyum, t.d í Peer Gúnt og Kvinnan í svørtum. Hann starvast í Kringvarpi Føroya, har hann m.a. hevur spælt, skrivað, leikstjórnað og lagt til rættis nógvar góðar barnasendingar t.d. Rógvi og drekin og Ert tú við?. Hann hevur spælt fleiri sjónleikir á Tjóðpalli Føroya, eitt nú Goym moralin til seinni. Páll er limur í Leiklistaráðnum, umboðandi Leikarafelag Føroya. Síðan 1998 hevur hann undirvíst á Skúlanum í Havnar Sjónleikarafelag, sum eitt samstarv millum Sjónleikarfelagið og Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla. Hann er maður Vár Berghamar Jacobsen. ITAX. ITAX (stytting fyri International Tundra Experiment) er eitt granskingarsamstav millum lond á norðurhálvu, sum Náttúrugripasavnið luttekur í. Samstarvið hevur sum endamál at eftirgera veðurlagsbroytingar við smáum vakstrarhúsum og kanna árin av upphiting á plantuvøkstur. Ein støð bleiv sett up á Sornfelli í 2001. GLORIA. GLORIA (stytting fyri Global Observation Research Initiative in Alpine Environments) er eitt granskingarsamstarv, sum byrjaði í Evropa 1990-árunum, men hevur nú breitt seg kring heimin, t.d. til USA. Samstarvið hevur til endamáls at fylgja við, í hvønn mun árinið av broyttum veðurlagi ávirkar plantuvøksturin. Verkætlanin byrjaði í 2009. Fýra fjallatingar eru partur av kanningini. Hetta er samstundis ein partur av okkara íkast til tað arktiska samstarvið innan CAFF flora bólkin. Marie Curie. Marie Curie (fødd Maria Salomea Skłodowska 7. november 1867, deyð 4. juli 1934), eisini kend sum Madame Curie ella Marie Skłodowska-Curie, var ein pólsk evnafrøðingur og alisfrøðingur. Hon var tann fyrsta kvinnan, ið vann eina Nobel-virðisløn og tann fyrsti persónurin, ið vann tvær Nobelvirðislønir: Nobelvirðislønina í alisfrøði (1903) og Nobelvirðislønina í evnafrøði (1911). Hon megnaði at etablera eitt ástøði um radioaktivitet (eitt orð, ið hon gjørdi), tøkni fyri at fráskilja radioaktivar isotopar, og so fann hon fram til tvey nýggj frumevni: polonium og radium. Sjálvt um hon gjørdist franskur ríkisborgari, so misti hon aldri sín pólska samleika. Hon uppkallaði tað fyrsta nýggja evnafrøðiliga frumevni, sum hon fann fram til í 1898 Polonium eftir heimlandi sínum, og í 1932 stovnaði hon Radiuminstituttið (nú Maria Sklodowska-Curie Institut fyri onkologi) í heimbýi hennara Warszawa, undir leiðslu av systrini Bronisława. Arktiska Ráðið. Arktiska Ráðið varð stovnað í 1996 og er eitt uttanríkispolitiskt samstarv millum USA, Kanada, Russland og Norðurlond. Føroyar hava síðani 1998 verið formligur partur av danska limaskapinum. Arktiska Ráðið til endamáls at fremja samstarv og samskipan millum londini í Arktis um evni av felags áhuga, við denti á burðardygga menning og umhvørvisvernd. Limalondini skiftast at hava formansskapin fyri Arktiska Ráðið í eitt tvey ára tíðarskeið, sum endar við einum ráðharrafundi. Ráðharrafundurin samtykkir eina yvirlýsing, hvørs endamál er at lýsa politisku raðfestingarnar í arktiska samstarvinum. Ein fastur embætismannabólkur við umboðum á uttanríkispolitiskum stigi, kallað SAO (stytting fyri Senior Arctic Officials) heldur fund vanliga tvær ferðir um árið til tess at leiðbeina arbeiðið hjá arbeiðsbólkunum og fyrireika mál og virkisætlanir til politiska viðgerð á ráðharrafundunum. Arktiska Ráðið er eitt uttanríkispolitiskt samstarv millum átta statir, har Føroyar og Grønland eru partar av danska limaskapinum. Til ber sostatt ikki til at luttaka í egnum navni eina, men sendinevndin ber heitið “Danmark/Grønland/Føroyar”, og flaggað verður við øllum trimum fløggunum. Danmark hevur formansskapin í Arktiska Ráðnum í tíðarskeiðinum frá 2009 til 2011. Í hesum sambandi vóru Føroyar, í oktober 2010, fyri fyrstu ferð vertur fyri einum SAO-fundi. Í Arktiska Ráðnum skal semja vera millum limalondini um allar avgerðir. Hesar avgerðir eru ikki løgfrøðiliga bindandi fyri limalondini. Arktiska Ráðið hevur ikki eina felags fíggjarætlan. Tað er upp til einstøku limalondini, hvørt tey ynskja at vera við til at fíggja ella á annan hátt stuðla verkætlanum og øðrum virksemi í Arktiska Ráðnum. Arktiska Ráðið hevur heldur ikki eina felags skrivstovu. Limalondini í Arktiska Ráðnum. Átta lond eru limir í Arktiska Ráðnum. Av hesum eru fimm strandarlond. Tey eru Danmark, USA, Noreg, Kanada og Russland. Finnland, Svøríki og Ísland eru hinir limirnir í Arktiska Ráðnum. Danmark umboðar Føroyar og Grønland. Umframt limalondini og føstu luttakararnar eru ein long røð av londum og felagsskapum, bæði millumstjórnar- og áhugafelagsskapir, eygleiðarar í Arktiska Ráðnum. Eygleiðarar. Londini, sum hava fasta eygleiðarastøðu eru Frakland, Niðurlond, Pólland, Spania, Stórabretland og Týskland. Harafturat hava nýggju millumlanda felagsskapir (haruppií NAMMCO) og ellivu millumlanda áhugafelagsskapir eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum. Í løtuni eru tað ES nevndin, Japan, Italia, Suðurkorea, Fólkalýðveldið Kina, India og Singapor sum hava fyribils eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum. Veðurlagsbroytingarnar og teir møguleikarnir, sum tær hava við sær, hava nú fingið fleiri lond at vísa áhuga fyri at sleppa upp í Arktiska Ráðið. Eitt nú hevur tann nýggja sjóleiðin í póløkinum stóran áhuga, og lond sum Kina og Suðurkorea vilja fegin sleppa at sita við borðið í Arktiska Ráðnum sum eygleiðarar. Tey átta londini, sum nú eru í Arktiska Ráðnum, eru sinnað at viðgera fyrispurningar frá londum, sum vilja hava eygleiðarastøðu, men tey eru eisini samd um, at tey vilja ikki hava ov nógvar eygleiðarar í ráðið. Áhugin fyri Arktiska Ráðnum er øktur í takt við, at Arktis seinnu árini veruliga er komið á skránna í heimspolitikki. Føroysk luttøka. Føroyar hava síðani 1998, sum partur av danska limaskapinum, verið umboðað á embætisstigi í Arktiska Ráðnum. Sendinevndin eitur “Denmark/Greenland/Faroe Islands”. Flaggað verður við øllum trimum fløggum og øll trý umboðini bera heitið SAO (stytting fyri "Senior Arctic Official"). Leiðarin fyri sendinevndina er umboð fyri danska uttanríkisráðið. Í januar 1998 skrivaði løgmaður Edmund Joensen til danska uttanríkisráðharran Niels Helveg Petersen, at landsstýrið hevði tikið avgerð um, at Føroyar skuldu hava ein meira virknan leiklut í Arktiska Ráðnum. Løgmaður vísti á, at føroyska luttøkan inntil tá hevði verið avmarkað og á embætismannastigi. Løgmaður heitti á danska uttanríkisráðharran um at bera so í bandi, at føroyska luttøkan í arktiska samstarvinum varð formliga viðurkend. Danski uttanríkisráðharrin svaraði, at hann fegin vildi virkað fyri hesum og at føroysk luttøka var vælkomin í donsku sendinevndini á embætismannastigi eins og á politiskum stigi. Undir fyrsta ráðharrafundinum í Arktiska Ráðnum í Kanada á heystið 1998 bar danska sendinevndin framvegis heitið Denmark/Greenland, hóast Føroyar høvdu fingið vissu fyri at verða formligur partur av arktiska samstarvinum og vóru umboðaðar við embætisfólki á fundinum. Heitt varð frá føroyskari síðu á donsku myndugleikarnar um at broyta navnið á sendinevndini til eisini at umfata Føroyar. Málið varð tikið upp við hini limalondini í Arktiska Ráðnum um at góðkenna broytingina av heitinum á donsku sendinevndini. Á várið 1999 var hetta komið undir land. Føroyar høvdu síðan eina virkna luttøku á embætisstigi á flestu SAO fundum fram til 2004. 
Eftir 2004 var føroyska luttøkan tó rættuliga óstøððug. Men, síðan Uttanríkisráðið varð stovnað, hava Føroyar aftur verið umboðaðar á øllum SAO-fundum. Upprunafólk. Seks felagsskapir fyri upprunafólk eru fastir luttakarar í Arktiska Ráðnum (á enskum "Permanent Participants"). Felagsskapirnir eru Inuit Circumpolar Council, Saami Council, Russian Arctic Indigenous Peoples of the North, Aleut International Association, Arctic Athabaskan Council og Gwich'in Council International. Hesir felagsskapir luttaka á jøvnum føti við limalondini í orðaskiftinum, tó eru teir ikki við til at taka formligar avgerðir í ráðnum. Felagsskapirnir fyri upprunafólk bera ótta fyri, at verða ov nógvir eygleiðarar, fer tað at hava við sær, at teirra røddir vikna og tey lokalu áhugamálini sostatt missa ávirkan í arktiska samstarvinum. Felagsskapirnir fyri upprunafólk hava eina felags skrivstovu, IPS (stytting fyri "Indigenous Peoples Secretariat"), sum hevur til endamáls at stuðla felagsskapunum í luttøkuni í Arktiska Ráðnum. IPS heldur til á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn og verður fíggjað av Danmark. Søga. Formliga samstarvið um Arktis byrjaði við "Arctic Environmental Protection Strategy" (AEPS) í 1991. Talan var um eitt samstarv millum USA, Russland, Kanada, Finnland, Ísland, Noreg, Svøríki og Danmark/Grønland um umhvørvisvernd í Arktis. Samstarvið varð mett at vera fyrsta stigið at skapa trygd í arktiska økinum eftir, at kalda kríggið var hæsað av. Fimm ár seinni tók Kanada stig til at seta Arktiska Ráðið á stovn. Við Ottawa-yvirlýsingini frá 1996 varð AEPS samstarvið um umhvørvi víðkað til eitt samstarv á uttanríkispolitiskum stigi, sum eisini tekur atlit at burðardyggari menning og livikorunum hjá íbúgvunum í Arktis. Síðan 1998 hava Føroyar, sum partur av danska limaskapinum, verið umboðað í Arktiska Ráðnum. Arbeiðsbólkarnir í Arktiska Ráðnum. Seks arbeiðsbólkar eru í Arktiska Ráðnum. Fýra av hesum "Arctic Monitoring & Assessment Programme" (stytt AMAP), "Conservation of Arctic Flora & Fauna" (CAFF), "Protection of the Arctic Marine Environment" (PAME) og "Emergency Prevention, Preparedness & Response" (EPPR) vórðu stovnaðir longu undir umhvørvissamstarvinum "Arctic Environmental Protection Strategy" (AEPS) frá 1991. Sum partur av avgerðini, um at seta Arktiska Ráðið á stovn, varð arbeiðsbólkurin "Sustainable Development Working Group" (SDWG) stovnaður, tí avgjørt varð, at Arktiska Ráðið eisini skuldi umfata burðardygga menning og livikor hjá íbúgvunum í Arktis, umframt umhvørvisvernd. Seinni er arbeiðsbólkurin "Arctic Contaminants Action Program" (ACAP) komin afturat í 2006. 
Hvør arbeiðsbólkur hevur egið stýrið og egna skrivstovu. Skrivstovurnar liggja í ymsum limalondum og eru fyrst og fremst fíggjaðar av vertslandinum. Heimildina til virksemi fáa arbeiðsbólkarnir á ráðharrafundunum. Á SAO-embætismannafundunum kunna arbeiðsbólkarnir um sítt virksemi. Føroysk luttøka er í flestu av arbeiðsbólkunum. Shanghai. Shanghai er størsti býur í Kina eftir fólkatali. og heimsins størsti býur yvirhøvur eftir fólkatali. Býurin er ein av teimum fýra beinleiðis-strýrdu kommununum í Kina, við einum fólkatalið á tilsamans knappar 24 milliónir (2013). Býurin er ein altjóða fíggjarmiðdepil, og ein miðdepil fyri ferðasamband við heimsins virknastu bingjuhavn. Býurin liggur í deltaðini við Yangtze-ánna í Eysturkina og liggur har ið Yangtze-áin rennur út miðskeiðis á kinesisku strondini. Shanghai kommuna hevur mark við landslutirnir Jiangsu og Zhejiang móti norði, suðri og vestri, og er avmarkað móti eystri av tí Eysturkinesiska havinum. Í øldir vaks Shanghai sum ein fyrisitingarligur býur, flutningshavn og handilsbýur og í 19. øld vaks týdningurin av býnum orsakað av evropiskari viðurkenning av tí góðu havnini, staðsetingini og teimum búskaparligu møguleikunum. Býurin var ein av teimum fimm havnunum, ið var latin upp fyri útlendskum handli eftir at Stórabretland vann yvir Kina í tí Fyrra Opiumskrígnum, meðan tann eftirfylgjandi 1842 Nanking-sáttmálin frá 1842 og Whampoa-sáttmálin frá 1844 loyvdi stovnanini av Shanghai International Settlement og French Concession. Býurin blómaði tá sum ein miðdepil fyri handil millum eystur og vestur og gjørdist fíggjarligur miðdepil í asiatiska Stillahavsøkinum í 1930-árunum. Men, tá ið Kommununistaflokkurin tók valdið á meginlandinum í 1949, var handil orienteraður við fokus á sosialistisk lond, og alheimstýdningurin hjá býnum minkaði. Í 1990-árunum, gjørdi tann búskaðarligi reformurin sum Deng Xiaoping innførdi, at býurin mentist aftur og hjálpti við til at útlendskar íløgur aftur vóru gjørdar í býin. Shanghai er eitt vælumtókt ferðavinnumál sum er kent fyri søgulig eyðkenni sum Bund, Chenghuang Miao Savnið og Yuyuan havin og harumframt eisini fyri Lujiazui sum sæst í havsbrúnni. Onnur kend ferðavinnumál í býnum eru Shanghai Savnið og Kina Listasavnið. Jakarta. Jakarta (eisini Djakarta, landslutanavn "Jakarta Raya" ella "DKI Jakarta", áðrenn 1949 "Batavia") er høvuðsstaður í Indonesia og liggur á oynni Java. Býurin hevði 9.761.407 íbúgvar (des. 2012). Stórbýarlandsluturin, sum verður nevndur "Jabodetabekjur" (navnið er eitt akronym av navninum á teimum býum og økjum har: Jakarta, Bogor, Depok, Tangerang, Bekasi og Cianjur), er ein av heimsisn fólkaríkastu býum og stórbýarøkjum og hevði 25,7 milliónir íbúgvar 2005) sum búðu á einari vídd á 8 771 km². Býurin liggur við Jakartavíkina í vestara parti av oynni har ið áin Ciliwung munnar út í havið. Uttanfyri býin eru landbúnaðarmarkir og lutvíst eisini regnskógur. 105 størri oyggjar hoyra við til býin, hesar liggja umleið 45 km norðanfyri miðbýin í Jakarta. Oynnar verða nevndar "Kepulauan Seribu" ("Túsund oyggjarnar"). Býurin varð stovnaður sum ein handilsstøð fyri tað Nederlendska Ostindiska Kompaniið ár 1619. Býurin nevndist tá Batavia og hevði tað navnið til 1949. Núverandi navnið hevur býurin fingið frá einum gomlum indonesiskum havnabýi, hvørs leivdir Batavia var bygdur á. Gamli miðbýurin í Jakarta hevur kanalir eftir niðurlendskum mynstri. Karachi. Karachi (urdu: کراچي) er tann størsti býurin í Pakistan og høvuðsstaður í landslutinum Sindh. Býurin er búskaparligur og handlilsmiðdepil í Pakistan. Býurin liggur við tað Arabiska Havið í ein landnyrðing av áarmunnanum til Indus. Við forstøðum hevur býurin eitt fólkatal á umleið 13 milliónir og er harvið millum heimsins 25 størstu býir. Karachi var høvuðsstaður Pakistans frá tí at landið fekk sjálvstøðu í 1947 til 1958, tá Rawalpindi gjørdist høvuðsstaður eitt stutt tíðarskeið, meðan Islamabad var bygdur. Vitjunarverd støð í Karachi eru eitt nú Clifton, Saddar, Tariq Road, Alladin Park og Defence. Flotin hjá Pakistansku verjuni hevur høvuðssæti í Karachi. Fyrisitingarlig øki. Høvuðssætið hjá verjuni í Karachi hoyrir ikki við til tey fyrisitingarligu økini í býnum men verður umsitið av pakistanska herinum. 450-árini. Øldir: 4. øld - 5. øld - 6. øld Áratíggju: 400-árini 410-árini 420-árini 430-árini 440-árini - 450-árini - 460-árini 470-árini 480-árini 490-árini 500-árini Ár: 450 451 452 453 454 455 456 457 458 459 CAFF. CAFF (stytting fyri Conservation of Arctic Flora & Fauna) er arbeiðsbólkur undir Arktiska Ráðnum. Bólkurin hevur til endamáls at arbeiða við skipanum um varðveitslu av tí lívfrøðiliga margfeldinum í Arktis og á henda hátt tryggja eina burðardygga gangnnýtslu av tilfeinginum. CAFF er skipað við einum ráði, "Management Board", har øll 8 limalondini luttaka. Føroyar hava eisini umboð í ráðnum, og seinastu árini hava vit ikki luttikið, men bert fylgt við arbeiðnum. Fyri Føroyar er Anna Maria Fosaa umboð í stýrinum. Ex Libris Group. Ex Libris Group er ein altjóða fyritøka, sum mennir og letur bókasavnsskipanir. Landsbókasavnið hevur sáttmála við Ex Libris Group um bókasavnsskipanina "Aleph", sum bókasøvn kring landið brúka. Býarbókasavnið hevur tó egna bókasavnsskipan. Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, hevur umsitingina av bókasavnsskipanini um hendi. 440-árini. Øldir: 4. øld - 5. øld - 6. øld Áratíggju: 390-árini 400-árini 410-árini 420-árini 430-árini - 440-árini - 450-árini 460-árini 470-árini 480-árini 490-árini Ár: 440 441 442 443 444 445 446 447 448 449 PAME. PAME' (stytting fyri Protection of the Arctic Marine Environment) er arbeiðsbólkur undir Arktiska Ráðnum. Arbeiðsbólkurin fyri vernd av arktiska havumhvørvinum, PAME, varð stovnaður í 1991. PAME hevur skrivstovu í Akureyri í Íslandi. Arbeiðið í PAME snýr seg um vernd av arktiska havumhvørvinum. PAME hevur sum arbeiðssetning at meta um, hvørt millumtjóða sáttmálar og aðrar reguleringar eru nøktandi fyri at verja arktiska havumhvørvið og at gera tilmæli um, hvat kann verða gjørt fyri, at betra um umsitingina av arktiska havumhvørvinum. Hetta er eisini endamálið við t.d. verkætlanini "Arctic Ocean Review", sum PAME fór undir í 2009. Málið er at gera eitt yvirlit yvir, hvørjir sáttmálar og umsitingaravtalur eru galdandi fyri havið í Arktis. Við støði í hesum verður tilmæli gjørt um, hvat skal gerast fyri at styrkja verndina av arktiska havumhvørvinum. Ein onnur verkætlan undir PAME samstarvinum er "Arctic Marine Shipping Assessment" (AMSA). Hendan frágreiðing varð góðkend og almannakunngjørd á ráðharrafundinum í 2009 í Tromsø. AMSA frágreiðingin lýsir verandi skipaferðslu og metir um væntaðu skipaferðsluna í arktiska økinum. Við støði í hesum eru gjørd seytjan tilmæli um, hvat eigur at vera gjørt fyri at tryggja, at økta skipaferðslan í arktiska økinum verður so burðardygg og trygg sum gjørligt. PAME hevur, í samstarvi við limalondini og hinar arbeiðsbólkarnar í Arktiska Ráðnum, sett skjøtul á eina tilgongd, sum skal tryggja, at tilmælini verða sett í verk. Umboð fyri Umhvørvisstovuna hava luttikið á fundum og virkseminum í PAME. Hendan luttøkan hevur tó verið rættuliga óstøðug seinastu árini, orsakað vantandi fígging. Umhvørvisstovan fylgir kortini, í tann mun orkan loyvir tí, við í virkseminum hjá PAME. Antiokia. Staðsetingin av Antiokia í modernaða Turkalandi í dag. a> "Knisset Mar Semaan Kefa", eitt helli sum er høgt 13 m inn í Stariusfjallið nærindis Antiokia, er ein av heimsins elstu kirkjum. Antiokia ella í dag Antakya (grikskt "Ἀντιόχεια", arabiskt "انطاكية", "Anṭākyä" frá sýriskum máli: ܐܢܛܝܘܟܝܐ,) er ein býur í Turkalandi og er høvuðssæti í Hatay landslutinum í suður-Turkalandi, nærindis markið til Sýria. Borgarstjóri er Lütfü Savaş. Antiokia var eisini ein fornur býur sum lá norðaliga í Sýria við ánna Orontes uml. 30 km frá Miðjarðarhavinum. Býurin varð grunnlagdur ár 301 f.Kr. av Selevkos I Nikator, ein av heryvirmonnunum hjá Aleksandur Mikla, í einum vøkrum og fruktargóðum øki, umgyrt norðanvert av høgum fjøllum og sunnanvert av einum slætta. Býurin var høvuðstaður í Selevkidríkinum, og fyri ikki at skilja hann frá øðrum býum av sama navni, varð hann róptur "Antiokia Epidaphnes" ella "Antiokia við Orontes". Nú hevur býðurin mist sín fyrrverandi týdning og eitur Antakya, og liggur í turkiska landslutinum Hatay. Søga. Antiokia var tann vakrasti asiatiski handilsbýðurin við Miðjararhavið og varð prýddur av keisarunum við marglætis bygningsverkum. Men áhaldandi jarðskjálvtar og kríggj førdu við sær, at býurin fell í órøkt. persiski kongurin Khosrau I tók býin og legði hann í oyði í 538. Býurin varð tikin av kaliffi Umar ibn al-Khattab í 637, fríðaður av bysantinarunum í 969 og kom seinni undir seljukkarnar í 1084 og undir krossfararnar í 1098. Býurin gjørdist høvuðstaður hjá normanniska fúrstanum Bohemond I sum grunnlegði fúrstadømið Antiokia, men býurin varð hertikin og lagdur í oyði av muslimunum í 1268. Til endans kom Antiokia undir turkiskt vald í 1516 og hoyrdi í osmanska tíðarskeiðnum til turkiska vilajettið (umsitingarøkið) Aleppo. Tá Osmanska ríkið fall eftir fyrra veraldarbardaga kom býurin, saman við Sýria, undir franskt løgdømi (jurisdiksjón) frá 1919 og fram til 1938, tá Státurin Hatay varð stovnaður. Men hesin státur vardi bert frá 7. september 1938 til 29. juni 1939, tá ein umstrídd fólkaatkvøða varð hildin um samanlegging við Turkalandi, og síðan varð økið innlimað í Turkaland. Sýria metir tó Hatay at vera sýriskan landslut, og hevur ongantíð góðtikið turkisku yvirtøkuna. Fyrsti Kristindómurin. Antiokia var ein høvuðsdepil hjá teim fyrstu kristnu, og býurin er nevndur í fleiri versum í Ápostlasøguni, Galatabrævinum 2,11 og 2 Timoteusbrævi 3,11. Í býnum búðu nógvir jødar og hagar fór Pætur apostul at boða jødunum evangeliið, og hann er eisini sagdur at hava sett á stovn Patriarkatið í Antiokia. Seinni komu eisini Barnabas og Paulus hagar at prædika. Tey umvendu í Antiokia vórðu tey fyrstu í heiminum ið fingu heiti 'kristin', Áps. 11,26: "Tað var í Antiokia, lærisveinarnir fyrst vórðu kallaðir kristnir". Nógvar kristnar kirkjur og kleystur vórðu gjøgnum tíðirnar bygd í og kring Antiokia, men tá turkiski herurin tók yvir í 1939 flýddu nærum øll tey kristnu úr býnum, flestu teirra fóru til Sýria. Ortodoksa Patriarkatið í Antiokia hevur nú sæti í Damaskus í Sýria. Tropenmuseum. Tropenmuseum er eitt savn í Amsterdam, sum varð stovnað í 1864. Savnið er eitt av teimum størstu í Amsterdam. Har eru átta fastar framsýningar og ein skiftandi røð av framsýningum við bæði nýmótans og siðbundnari visuellari list og fotografiskum verkum. Savnið hevði 176.000 vitjandi í 2009. The Doors. The Doors var ein amerikanskur tónleikabólkur úr Los Angeles í USAi. Metingarnar siga, at teir hava selt yvir 100 million eintøk síðan fyrsta singulplátan "Break On Through (To the Other Side)" kom út í 1967. Limir. The Doors í Keypmannahavn, 1968 Better in Stereo. "Better in Stereo" er temalagið av Disney Channel sjónvarpsrøðin "Liv and Maddie". Sangurin varð skrivaður av føroysku fyritøkuni Baroli Music (Bárður Háberg, Óla Jógvansson) saman við Paula Winger. Sangurin er sungin av Dove Cameron. The Girl I Used To Know. The Girl I Used To Know er eitt staklag, sum Stefanie Scott gav út í 2011. Tað var skrivað av føroyingunum Bárður Háberg og Óli Jógvansson saman við Audrey Martells. Lagið er blivið eitt av kendastu løgunum higartil hjá Stefanie, og sangurin hevur til nú (2014) yvir 3 milliónir vísingar á YouTube. FYI. FYI er eitt staklag, sum Stefanie Scott gav út í 2012. Sangurin er skrivaður av føroyingunum Bárður Háberg, Óli Jógvansson og Audrey Martells. FYI var annað staklagið, ið Baroli Music (Bardur Haberg & Oli Jogvansson) skrivaðu til Stefanie saman við Audrey Martells. I Don't Wanna Let You Go. I Don't Wanna Let You Go er eitt staklag, sum Stefanie Scott gav út í 2014. Sangurin er skrivaður av Bárður Háberg og Óla Jógvansson (Baroli Music), Neon Hitch og Stefanie Scott. Sangurin varð útgivin hin 8. apríl 2014 og videolagið hevði eisini frumsýning á Disney Channel sama dag. Vikurnar áðrenn útgávuna var sangurin hin mest eftirspurdi á Radio Disney. 430-árini. Øldir: 4. øld - 5. øld - 6. øld Áratíggju: 380-árini 390-árini 400-árini 410-árini 420-árini - 430-árini - 440-árini 450-árini 460-árini 470-árini 480-árini Ár: 430 431 432 433 434 435 436 437 438 439 University of the Arctic. University of the Arctic (stytt UArctic) varð formliga stovnað í juni 2001. UArctic er eitt samstarv millum hægri útbúgvingarstovnar í Arktis, har Fróðskaparsetrið er limur. Ein táttur í hesum samstarvi, sum hevur áhuga í granskingarumhvørvinum í Føroyum, er “North2North” verkætlanin, ið er ein skiftisskipan fyri lesandi millum stovnar, sum eru limir hjá UArctic. Verkætlanin gevur lesandi møguleika at vera á einum øðrum stovni frá trimum til tólv mánaðir. Kunnað verður regluliga um UArctic á SAO-fundum, hóast UArctic ikki er ein partur av Arktiska Ráðnum. Byzantinska ríkið. Byzantinska ríkið, stundum kalla Eysturrómverska ríkið, var eitt framhald av eystara parti av Rómverjaríkinum í seinnu helvt av fornøldini og í miðøldini. Høvuðsmálið var grikskt og høvuðsstaðurin var Konstantinopel (núverandi Istanbul), upprunaliga kendur sum Byzantium. Byzantinska ríkið, ella Eysturrómverska ríkið, yvirlivdi umleið 1.000 ár longri enn Vesturrómverska ríkið, inntil tað fall til osmansku turkarnar í 1453, ið settu á stovn Osmanska ríkið. 420-árini. Øldir: 4. øld - 5. øld - 6. øld Áratíggju: 370-árini 380-árini 390-árini 400-árini 410-árini - 420-árini - 430-árini 440-árini 450-árini 460-árini 470-árini Ár: 420 421 422 423 424 425 426 427 428 429 Niðurlendingar. Niðurlendingar er germanskt fólk, ið býr í Niðurlondum og í Flandern, Belgia. Tey hava somu mentan og tosa niðurlendska málið. Niðurlendingar eru eisini fluttir til onnur lond, og fleiri lokalsamfeløg við niðurlendingum eru kring heimin, nevnast kunnu lond sum Surinam, Kili, Brasil, Kanada, Avstralia, Suðurafrika, Nýsæland og USA. 410-árini. Øldir: 4. øld - 5. øld - 6. øld Áratíggju: 360-árini 370-árini 380-árini 390-árini 400-árini - 410-árini - 420-árini 430-árini 440-árini 450-árini 460-árini Ár: 410 411 412 413 414 415 416 417 418 419 400-árini. Øldir: 4. øld - 5. øld - 6. øld Áratíggju: 350-árini 360-árini 370-árini 380-árini 390-árini - 400-árini - 410-árini 420-árini 430-árini 440-árini 450-árini Ár: 400 401 402 403 404 405 406 407 408 409 390-árini. Øldir: 3. øld - 4. øld - 5. øld Áratíggju: 340-árini 350-árini 360-árini 370-árini 380-árini - 390-árini - 400-árini 410-árini 420-árini 430-árini 440-árini Ár: 390 391 392 393 394 395 396 397 398 399 1. áratúsund. Áratúsund: 1. áratúsund f.Kr. – 1. áratúsund – 2. áratúsund 300-árini. Øldir: 3. øld - 4. øld - 5. øld Áratíggju: 250-árini 260-árini 270-árini 280-árini 290-árini - 300-árini - 310-árini 320-árini 330-árini 340-árini 350-árini Ár: 300 301 302 303 304 305 306 307 308 309 310-árini. Øldir: 3. øld - 4. øld - 5. øld Áratíggju: 260-árini 270-árini 280-árini 290-árini 300-árini - 310-árini- 320-árini 330-árini 340-árini 350-árini 360-árini Ár: 310 311 312 313 314 315 316 317 318 319 380-árini. Øldir: 3. øld - 4. øld - 5. øld Áratíggju: 330-árini 340-árini 350-árini 360-árini 370-árini - 380-árini - 390-árini 400-árini 410-árini 420-árini 430-árini Ár: 380 381 382 383 384 385 386 387 388 389 Ludwig van Beethoven. Ludwig van Beethoven (doyptur 17. desember 1770, deyður 26. mars 1827) var ein týskur komponistur og pianistur. Hann er ein av teimum mest týðandi týsku tónasmiðjunum og tann tónasmiðurin, ið hevur havt størstu ávirkan á menningina av týskum kompositiónstónleiki eftir 1800. Hansara best kendu komposisjónir eru nýggju symfoniir, fimm klaverkonsertir, 32 klaversonatir og 16 strúkikvartettir. Harumframt komponeraði hann kamartónleik, kórverk og sangir. Beethoven varð føddur i Bonn, sum var høvuðsstaður í Kurfúrstadøminum Köln í tí Týsk-rómverska ríkinum. Beethoven vísti at hann hevði góðar tónleikagávur longu sum smádrongur og fekk undirvísing av pápa sínum, Johann van Beethoven, og av Christian Gottlob Neefe. Hann búði tey fyrstu 22 árini í Bonn, síðan flutti hann til Wien, har hann byrjaði tónleikastudiir hjá Joseph Haydn. Í Wien uppnáddi hann skjótt at fáa viðurkenning sum klavervirtuos. Hann búði í Wien til sín deyða. Umleið ár 1800 versnaði hoyrn hansara, og tey seinastu tíggju árini av lívinum var hann nærum heilt deyvur. Hann gavst við at stjórna orkestrum og við at geva almennar konsertir, men bleiv tó við at komponera tónleik, nógv av hansara best umtóktu verkum eru frá hesi tíðini. Eftir langa sjúkralegu, andaðist Beethoven í Wien í 1827, 56 ára gamal. Hann telist sum ein av størstu klassisku tónaskøldunum, javngóður við fyrimyndina, Mozart. Verk. Beethovens symfoni nr 5 (byrjar eftir umleið 9 sekund). Meðan verk Beethovens frá hansara ungdómstíð hoyra til wienklassisismuna og hava felagstrekk við verkini hjá Mozarts og Haydn, so kunnu hansara seinnu verk sigast at vera ein yvirgangur millum wienklassisismuna og romantikkin. Hansara yvirlit yvir verk inniheldur eitt nýggju symfoniir, fleiri orkesturuvertyrir, 5 pianokonsertir, 1 violinkonsert, 32 pianosonatir, 10 violinisonatir, fleiri kamartónleikaverk (eitt nú 16 strúkikvartettir, pianotrioir og operaina "Fidelio". 370-árini. Øldir: 3. øld - 4. øld - 5. øld Áratíggju: 320-árini 330-árini 340-árini 350-árini 360-árini - 370-árini - 380-árini 390-árini 400-árini 410-árini 420-árini Ár: 370 371 372 373 374 375 376 377 378 379 Super Bowl. Super Bowl er finalan í amerikanskum fótbólti - National Football League (NFL). Finalan í amerikanskum fótbólti er størsta ítróttar- og sjónvarpshending í USA. Síðani Super Bowl fyrstu ferð varð hildið í 1967, er finaludagurin blivin størsta ítróttarhending í USA. Super Bowl eigur metið sum mest sædda sending í sjónvarpi nakrantíð, og á topp 20 listanum yvir mest sæddu sjónvarpssendingar seinastu 40 árini, eigur Super Bowl 16 pláss. Finalan í Super Bowl í 2014 er tann hendingin, sum flestu fólk í USA nakrantíð hava sæð. Mett verður at um 111,5 milliónir síggjarar sóu dystin umvegis sjónvarpið. Tað er næstan ein 1/3 av øllum fólkinum í USA. Gjøgnum tíðina hava nógvir kendir bólkar spæld í hálvleikinum í Super Bowl. Millum annað kunnu Black Eyed Peas, Rolling Stones, Bruce Springsteen, Whitney Houston, Prince, Kelly Clarkson, Britney Spears, og U2 nevnast. Luttakandi lið. San Francisco 49ers hevur vunnið Super Bowl fimm ferðir. Super Bowl XLVIII. Seattle Seahawks vann finaluna við 43-8 ímóti Denver Broncos. Hetta er fyrstuferð í søguni, at Seattle Seahawks vinnur Super Bowl. Peyton Manning er quarterback hjá Denver Broncos. 2. februar 2014 hugdu 111,5 milliónir amerikanarar í sjónvarpi eftir Super Bowl XLVIII, og tað er heimsmet. Harafturat vóru nógvar aðrar milliónir av hyggjarum runt um allan heim; Super Bowl varð víst í 232 londum kring heimin. Umframt tann metstóra síggjaraskaran, varð eisini eitt annað met sett: Dysturin var samstundis tann mest streamaða ítróttarhendingin nakrantíð. Mett verður at um 111,5 milliónir síggjarar sóu dystin umvegis sjónvarpið, umframt tey 82 000 ið vóru til sjálvan dystin, sum t.d Oprah Winfrey og David Beckham. Kappingin byrjaði klokkan 18:30 EST, og luttakandi liðini vóru Denver Broncos úr Colorado og Seattle Seahawks úr Washington. Dysturin bleiv spældur á MetLife Stadium í East Rutherford, New Jersey. Super Bowl er ógvuliga umfatandi og trygdin í hásæti, og 500 løgreglumenn og omanfyri 1000 trygdarvørar vóru á MetLife Stadion til dystin. Hóast støðan í hálvleikinum var 22-0, so forðaði tað kortini ikki amerikumonnum í at fylgja dystinum í sjónvarpi. Dysturin byrjaði ógvuliga sjáldsamt við einum "safety" til Seattle Seahawks longu í fyrsta vanliga framrættaða spæli, og við støðuna 2-0 og bóltinum í hondini hugdi Seattle Seahawks ongantíð afturum seg og var á odda 22-0 í hálvleikinum. Tað tók bert 12 sekund hjá Seattle Seahawks at leggja seg á odda í dystinum. Nógvir av Denver Broncos-fjepparunum vóru somikið ónøgdir, at teir longu tíðliga í seinna hálvleiki fóru til hús. Hetta hóast atgongumerkini til Super Bowl kosta alt ímillum 2.700 og 14.300 krónur. Seinni hálvleikur byrjaði við einum "kickoff-return" til Seattle Seahawks, og so var støðan 29-0. Søgan helt fram og Seattle Seahawks rann Denver Broncos yvir enda við at vinna greitt 43-8. Hetta var eitt stórt upplivilsi fyri Seattle Seahawks, tí tað var fyrstu ferð, at Seattle vunnu kendu ítróttargreinina. Verjan hjá Seattle Seahawks var ræðandi stinn og Peyton Manning og venjaratoymi hansara megnaðu ongantíð at finna lykilin at lata verjuna upp. Seattle Seahawks-verjuleikarin Malcolm Smith vann eisini heiðurin MVP ("Most Valuable Player"); hann er fyrsti verjuleikarin í langa tíð, sum hevur vunnið heiðurin. Tað var eitt flóvusligt kvøld hjá Denver Broncos, sum hava havt eitt av tí besta álopinum í Peyton Manning alt árið. Hetta sá man einki til, tá teir bert vóru førir fyri at fáa 8 stig allan dystin, sum endaði 43-8. Peyton Manning, sum er quarterback hjá Denver Broncos og áður hevur vunnið Super Bowl við Indianapolis Colts, hevur verið snúningsdepilin á einum liði, sum hevur verið einaráðandi í 2014 og millum serfrøðingar verður mett at hava eitt av bestu álopunum nakrantíð. Í Super Bowl XLVIII fingu teir tó ein stóran bita at gloypa, tí at mótstøðuliðið, Seattle Seahawks, hinvegin sigst at hava eina av bestu verjunum í søguni og í hagtølunum hevur greitt bestu verju í NFL. Dysturin ímillum álop og verju var lættur at spáa um, men tað skuldi vísa seg, at verjan hjá Seattle Seahawks var ein alt ov stórur biti at gloypa hjá Peyton Manning. KattenKabinet. KattenKabinet er eitt listasavn í Amsterdam, sum vísir fram listaverk sum avmynda kettur. Savnið hevur eitt nú málningar, standmyndir og onnur verk eftir Pablo Picasso, Rembrandt, Henri de Toulouse-Lautrec, Corneille, Sal Meijer, Théophile Steinlen og Jože Ciuha, umframt onnur listafólk. Savnið liggur í einum bygningi sum liggur við eina kanak á Herengracht 497, í Gouden Bocht ("Golden Bend") av hesi kanalini. Eigarin býr á aðru hædd við familju síni. Savnið læt upp í 1990. Savnið varð brúkt undir filmingini av filminum Ocean's Twelve í 2004. Museum Willet-Holthuysen. Museum Willet-Holthuysen er eitt savn í Amsterdam við Herengracht kanalina. Savnið er tað einasta fult møbleraða patrisarahúsið ið liggur við kanalirnar, sum er opið fyri almenninginum. Savnið hevur eina stóra samling av silvuri, tallerkum og bókum frá Niðurlendsku gulløldini. Har er eisini eitt savn við list. Húsið varð bygt umleið 1685 til Jacob Hop, borgarstjóra. Hann var ikki tann seinasti borgarstjórin ið búði í húsinum. Í 1739 var fasadan høvuðsumvæld og broytt til Louis XIV stílin. Seinasti privati eigarin, Frú Willet-Holthuysen, gav húsið til býin Amsterdam í 1895 treytað av, at tað gjørdist eitt savn, og tað hevur tað verið líka síðan. 360-árini. Øldir: 3. øld - 4. øld - 5. øld Áratíggju: 310-árini 320-árini 330-árini 340-árini 350-árini - 360-árini - 370-árini 380-árini 390-árini 400-árini 410-árini Ár: 360 361 362 363 364 365 366 367 368 369 Apple. Apple Inc. er ein risastór amerikonsk KT-fyritøka við høvuðssæti í Cupertino, Kalifornia. Macintosh 128K var ein tann mest umrødda teldan, tá ið hon sá dagsins ljós í 1984. Fá mundu tó vænta, at henda løgna teldan skuldi gerast ein av høvuðsorsøkunum til, at KT-fyritøkan Apple yvirlivdi og er eitt tað kendasta vørumerki í heiminum. Telduframleiðarin Apple telist millum tær fyritøkur í heiminum, sum hava eitt sera sterkt vørumerki. Uml. 2000 lesarar hjá heimasíðuni BrandChannel hava í einari heimsfevnandi atkvøðugreiðslu peikað á Apple sum tað vørumerkið, ið hevur havt størstu ávirkan í heiminum í 2011. Seinastu tvey árini hevur Google verið sterkasta “brandið”, men nú hevur Apple troðkað Google av ovastu rók. BrandChannel vísir á, at Apple við sínum iPhone, iMac, iPod, iPad og iTunes hevur havt gylt ár, og at fyritøkan hevur verið sera sjónlig í fjølmiðlum, lýsingum og á gøtuni. Síðsta ársfjórðing í 2013 hevði Apple eitt yvirskot uppá smáar 72 milliardir krónur. Og tað er meira enn samlaði vinningurin øll árini frá byrjan í 1977 og til fyrsta iPhonin kom í 2007. Tað er serliga iPhone og iPad sum hála tey stóru tølini inn. Hyggja vit eftir øllum heimsins fyritøkum, so sæst, at Apple er bæði nummar 4, 5 og 6 á listanum yvir, hvør hevur verið raskast at vunnið mest pening í einum einstøkum ársfjórðingi. Feløgini sum liggja frammanfyri eru oljufeløg, og í veruleikanum eru tað einans oljufeløg saman við Apple á top 20-listanum. iPhone. Tað var ein kollvelting, tá Steve Jobs í einum av sínum víðagitnu framløgum vísti almenninginum eina iPhone fyri fyrstu ferð í 2007. Sjálvt um framleiðararnir eru nógvir, eru tó bert 3 stýriskipanir innan smartphones: IOS, sum Apple brúkar, Android, sum ein rúgva av framleiðarum brúkar, og so Windows, ið Nokia og nøkur onnur brúka. 350-árini. Øldir: 3. øld - 4. øld - 5. øld Áratíggju: 300-árini 310-árini 320-árini 330-árini 340-árini - 350-árini - 360-árini 370-árini 380-árini 390-árini 400-árini Ár: 350 351 352 353 354 355 356 357 358 359 Bergur Rasmussen. Bergur Rasmussen er ein føroyskur lærari, rithøvundur og týðari, uppvaksin í Havn, búsitandi í Vestmanna. Bergur tók í 1996 prógv á Føroya Læraraskúla. Hann starvast í løtuni í Tórshavnar Kommunuskúla. Bergur er nevndarlimur í Rithøvundafelag Føroya. Bergur útgav sína fyrstu bók í 2008, tað var fantasybókin Sigursteinurin, men áðrenn tað hevði hann týtt fleiri bøkur til føroyskt, eitt nú tríggjar av Harry Potter bókunum. 340-árini. Øldir: 3. øld - 4. øld - 5. øld Áratíggju: 290-árini 300-árini 310-árini 320-árini 330-árini - 340-árini - 350-árini 360-árini 370-árini 380-árini 390-árini Ár: 340 341 342 343 344 345 346 347 348 349 330-árini. Øldir: 3. øld - 4. øld - 5. øld Áratíggju: 280-árini 290-árini 300-árini 310-árini 320-árini - 330-árini - 340-árini 350-árini 360-árini 370-árini 380-árini Ár: 330 331 332 333 334 335 336 337 338 339 320-árini. Øldir: 3. øld - 4. øld - 5. øld Áratíggju: 270-árini 280-árini 290-árini 300-árini 310-árini - 320-árini - 330-árini 340-árini 350-árini 360-árini 370-árini Ár: 320 321 322 323 324 325 326 327 328 329 Pálmasunnudagur. Pálmasunnudagur hevur navn eftir, at fólkið nýtti greinar at fagna Jesusi við, tá ið hann reið inn í Jerúsalem. Pálmasunnudagur hevur navn eftir teimum pálma­greinum, ið fólk breiddu á vegin, tá Jesus reið inn í Jerúsalem á einum asna. Í krígstíð reið kongur á rossi, men í friðartíð varð asnin vanliga nýttur. Jesus reið á einum asna; hetta merkti kanska, at hann kom við friði. Hetta er inngangurin til páskavikuna, sum eisini verður nevnd dymbildagavika ella stillavika. Bíbliusøgan. "Jesus visti, at tíðin nærkaðist, at hann skuldi doyggj­a. Hann bað lærusveinar sínar fara eftir einum asna og fylinum hjá tí. So reið Jesus inn í Jerúsa­lem. Hetta var tekin um, at hann kom við friði. Ein fjøld av fólki stóð fram við vegnum í Jerúsalem og heiðraði hann sum kong. Í virðing fyri Jesusi tóku tey pálmagreinar av trøunum og løgdu á vegin. Somuleiðis yvirklæði teirra. Tey róptu: – Hosianna, Dávids sonur! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! Hosianna í hægsta himli!" Kort. a> er í miðjuni, og eystur er ovast á kortinum. Kort er teknað framseting av parti av yvirflata jarðar. Á kortum verður heimurin teknaður, allur ella í pørtum. Elstu kortini, vit vita um, vóru ógvuliga óneyvar strikumyndir. Tí var ikki lætt at finna eftir teimum. Eitt av teim elstu kortunum, sum vit vita um, er meira enn 8000 ára gamalt. Tað er ein veggjamálningur í Turkalandi, sum vísir eitt býarkort. Í Egyptalandi og Irak eru kort, sum eru 3000 og 4000 ára gomul. Tey vóru ofta teknað á leirplátur. Fyri 2000 árum síðan gjørdu grikkar, sum vóru siglandi fólk og handilsfólk, kort yvir strandaøkini í Miðjarðarhavi. Rómverjar, sum tóku kortkynstrið hjá grikkum til sín, gjørdu landakort, sum vístu, hvussu landið sá út, og hvar vegir vóru. Nú á døgum nýta vit kort til so mangt. Býarkort sýnir til dømis, hvar gøturnar eru, og hvussu tær eita, so lættari er at finna í býnum. Veðurkort, sum vit síggja t.d. í sjónvarpi, sýna, hvussu veðrið verður ymsastaðni. Sjómenn sigla eftir sjókortum; á sjókortum eru m.a. dýpi og frámerki á landi. Flestu kort hava málistokk, sum sigur okkum, hvussu nógv støddin í veruleikanum er minkað á kortinum. Hevur tú eitt kort í lut­ fallinum 1:100.000, merkir tað, at ein centimetur á kortinum svarar til 100.000 centimetrar í veruleikanum, t.e. ein kilometur. Eitt kort í einum heimsatlassi kann vera í lutfallinum 1:25 milliónir. Tá er ein centimetur tað sama sum 250 kilometrar. Fyri at vit kunnu skilja tekn, merki og litir, skal eitt kort eisini hava eina teknlýsing. Ymiskt littar linjur vísa ofta á vegir og jarnbreytir. Viðhvørt skilja vit millum vanligar vegir og motorvegir. Vøtn verða vanliga víst við bláum, og skógarøki verða víst við grønum. Hús eru oftast svartir smáir fýrkantar, og kirkjur verða teknaðar við einum krossi. Men tað er kortini týdningarmikið at minnast til, at tað, sum merkir eitt ávíst á einum korti, kann merkja okkurt heilt annað á einum øðrum korti. Á einum korti kann til dømis ein lítil svartur fýrkantur ímynda eini hús; á einum stórum heimskorti kann ein slíkur fýrkantur har aftur ímóti merkja ein býur við fleiri milliónum íbúgvum. Kortniðurfellingar

. Skal allur heimurin verða teknaður, mugu ávís øki vaksast. Tað verður nevnt "kortniðurfelling". Kendastu kortniðurfellingina gjørdi týskarin Gerhard Mercator í 1569 (niðurfelling Mercators). Hon sýnir skapið á meginlondunum rætt, men víddin er avskeplað, til dømis er Evropa ov stórt. Avleiðingin er, at Grønland tykist vera eins stórt og Suðuramerika, hóast Suðuramerika er átta ferðir størri. Í 1974 gjørdi Arno Peter eina niðurfelling, sum avskeplar skapið á londunum, men sýnir røttu víddina. Her sært tú t.d., hvussu nógv størri Afrika er enn Evropa. Side Effect. Side Effect er ein føroyskur elektroniskur rock tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1999. Teir hava framført á konsertum, festivalum vm. ymsastaðni í Føroyum, eitt nú luttóku teir á Prix Føroyar í 2005 og framførdu á G! Festivalinum í 2006. Sama ár samstarvaðu teir eisini við týska bólkin Eternal Nightmare. Í 2014 skal ein av limunum í Side Effect, Brynjolfur á Heygum, gramføra á Roskilde Festival í Danmark. Brynjolfur er systkinabarn Heiðrik á Heygum, sum eisini er tónleikari. Stjórnin hjá Jógvani Sundstein II. Seinna stjórnin hjá Jógvani Sundstein var Føroya landsstýri frá 22. juni 1989 til 15. januar 1991. Í samgonguni vóru Fólkaflokkurin (FF), Tjóðveldisflokkurin (TF) og Sambandsflokkurin (SB), við Jógvan Sundstein (FF) sum løgmanni. Keldur. Stjórnin hjá Jógvani Sundstein 2 Jógvani Sundstein 2 Stjórnin hjá Jógvani Sundstein I. Fyrra stjórnin hjá Jógvani Sundstein var [Føroya landsstýri frá 18. januar 1989 til 22. juni 1989. Stjórnin var ein samgonga millum Fólkaflokkin (FF), Tjóðveldi (TF), Sjálvstýrisflokkin (SF) og Kristiliga Fólkaflokkin (KrF), undir leiðslu av Jógvan Sundstein (FF) løgmanni. Keldur. Stjórnin hjá Jógvani Sundstein 1 Jógvani Sundstein 1 Swahiliskt mál. Upprunaliga var swahiliskt skrivað við arabiskari skrift, men kristnir trúboðarar innførdu tað latínska stavraðið. Swahili arabisk skrift á myntum úr Zansibar umleið 1882. Swahiliskt mál ella Kiswahiliskt er eitt Bantu mál og móðurmál hjá Swahili-fólkunum. Nógv av fólkunum ið búgva í regiónini við Stóru vøtnini í Afrika og í øðrum pørtum av landsynningsafrika, eitt nú í londunum Tansania, Kenja, Uganda, Ruanda, Burundi, Mosambik og Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo tosa swahiliskt. Komoriskt mál, ið verður tosað á Komorosoyggjunum, verður til tíðir mett at vera eitt swahili málføri (dialekt). Hóast bert umleið 5 milliónir fólk tosað swahili sum sítt móðurmál, so verður tað nýtt sum eitt lingua franca í stórum parti av Landssynningsafrika. Talið av fólkum ið duga at tosa swahiliskt fer uppum 140 milliónir. Swahili er tjóðarmál ella almennt mál í fýra londum: Tansania, Kenja, Uganda og Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. Swahiliskt er eisini eitt av almennu málunum í Afrikasamveldið. Nøkur swahilisk orð koma úr arabiskum gjøgnum teir arabiskt talandi muslimsku íbúgvarnir við Swahilistrondina. Í swahiliskum finnast eisini fremmandaorð úr hesum málum: týskum, portugisiskum, enskum, hindi og fronskum, hesi eru komin gjøgnum samband við imperialistar, handilsfólk, trælahandlarar, trúboðarar og onnur tær seinastu fimm øldirnar. Navnaorð, orðaflokkar. Eins og í øðrum bantumálum eru navnorð í swahili uppbýtt í flokkar, í swahlisk føll 14: seks flokkar í eintal og fleirtal, ein flokk fyri verbala infinitiv sum verður brúkt sum navnorð, og tað og navnorðið "mahali" "pláss". Orð ið byrja við "m-" í eintal og "wa-" í fleirtal benda á animat navnorð, serliga menniskju. Dømi er "mtu", 'persónur' (fleirtal "watu"), og "mdudu", 'insekt' (fleirtal "wadudu"). Ein flokkur við "m-" í eintal men "mi-" í fleirtal vísa ofta til plantur, sum til dømis "mti" 'træð', "miti" træð (fleirtal). Infinitiv av sagnorðinum byrjar við "ku-", til dømis "kusoma" 'at lesa'. Aðrir flokkar eru verri at flokka. Orð sum í eintal byrja við "ki-" fáa í fleirtal "vi-". Hesi benda ofta á tól (verktoy) og onnur ting. Henda alternering "ki-/vi-" verða ofta brúkt til lániorð har "ki-" upprunaliga var ein partur av rótini, sum "vitabu" "bøkur" úr "kitabu" "bók" (úr arabiskum "kitāb" "bók"). Hesin flokkur inniheldur eisini nøvn á málum (sum navnið á málinum "Kiswahili"), og diminutivir, sum verður sæddur sum ein fráskildur flokkur í eldri støðum av bantumáli. Orð ið byrja við "u-" eru ofta abstrakt og mangla fleirtal, til dømis "utoto" 'barndómur'. Ein fimti flokkur byrjar við "n-" ella "m-" ella ongum, og er eins í fleirtal. Ein annar flokkur hevur "ji-" ella onki prefix í eintal, og "ma-" í fleirtal. Hesin flokkur verður ofta brúktur til augmentativ. Tá ið navnorðið sjálvt ikki vísir klárt hvønn flokk ið tað hoyrir til, so ger ískoyti hjá orðinum tað. Lýsingarorð og rokniorð fáa vanliga navnaorð-forstavilsi (prefiks), og sagnorð fáa eina aðra røð av forstavilsum. Húð. Húðin eldist á serstakan hátt og fortelur um menniskja handan húðina. Húð (latn "cutis", grikskt "derma") er tann bleyti vevnaðurin, ið verjir kroppin á menniskjum og øðrum ryggjadjórum. Húðin er ein mekanisk verja móti umhvørvinum og er við til at regulera vætuskipanina og hitaskipanina í kroppinum. Kemisk evni í sveitta og øðrum vætum úr húðini verja eisini móti sjúkuelvandi evnum (patogenum). Yvirhúðin. Tey uttastu løgini á húðina verða nevnd yvirhúðin (epidermis) og er millum 0,05-1,5 mm tjúkk. Við eygnalokini er yvirhúðin tunn, meðan hon er tjúkk undir iljunum og á øðrum pørtum av kroppinum, sum verða útsett fyri trýsti. Hornlagið verður tað ovasta lagið av yvirhúðini nevnt, har eru deyðar húðsellur, sum innihalda tað harða hrnevnið keratin. Hornlagið verjir kroppin móti stoytum og ger húðina næstan heilt vatntætta. Samstundis forðar hornlagið eitt nú bakterium og evnafrøðiligum evnum at koma inn í kroppin. Húðsellurnar í hornlagnum, fyrst og fremt keratinocytir, verða alla tíðina "noydd" burtur og í staðin koma nýggjar sellur. Longst niðri í yvirhúðini eru pigmentsellur, melanocytar sum hava til uppgávu at verja arvaeginleikarnar í sellukjarnanum móti ultraviolettu strálunum frá sólini. Í epidermis finnast enntá Langerhanssellur sum eru partur av immunverjuni. Leðurhúðin. Undir yvirhúðini er leðurhúðin (dermis). Hetta lagið er umleið 1-4 mm tjúkkt. Tað er uppbygt av fibrum og hevur nógv blóðkør, nervar og kenslukroppar. Í leðurhúðini eru eisini sveittakertlar og feittkertlar. Í feittkertlunum verður feitt framleitt, ið ger húðina mjúka. Í sveittakertlum verður sveitti framleiddur, sum seinni fer út gjøgnum smáum opnum, porum. Sveitti er av vatni og saltum og er næstan heilt uttan lukt; tað er ikki fyrr enn sveitti kemur í samband við bakteriur, at hann fer at lukta. Um ein vaskar sær ov ofta við sápu kann tað náttúrliga feittlagið á húðini hvørva og húðin gerst turr. Undirhúðin. Í undirhúðini (subcutis) verður feitt goymt sum isolerar kroppin frá stoytum og kulda. Yvirvektig fólk hava meira undirhúð enn kløn fólk. Tað eru eitt nú eggjahvítaevnini kollagen og elastin, ið uppbyggja húðina. Kiribati. Kiribati er eitt oyggjaland í Kyrrahavinum. Høvuðsstaðurin eitur Bairiki. Oyggjarnar í Kiribati eru tilsamans støddar sum Streymoy, Suðuroy, Nólsoy og Vágar, ella eitt sindur meiri enn hálvar Føroyar. Men tað er so langt ímillum oyggjarnar í Kiribati, at sjóøkið er líka stórt sum alt India. Í Kiribati búgva umleið 100.000 fólk. Til Mikronesia, sum merkir “tær smáu oyggjarnar”, hoyra londini Guam, Marshalloyggjar, Mikronesiasamveldið, Belau, Nauru og Kiribati. Í Kiribati eru 33 oyggjar, sum eru spjaddar um eitt øki á 3.500.000 km², sum er 3.800 kilometrar kring Ekvator. Talan er um 32 kolralloyggjar og eina oyggj, Banaba. Navnið verður úttalað /kiribas/, sum er ein mikronesisk broyting av tí fyrrverandi enska navninum fyri tann stóra oyggjabólkin The Gilbert Islands. Umframt Gilbertoyggjarnar so eru aðrar oyggjar í Kiribati, tær flestu av Linjuoyggjunum eru partur av Kiribati, oyggin Banaba og so oyggjabólkurin Føniksoyggjarnar, sum eru nærum óbygdar. Í 1892 gjørdist Gilbertoyggjarnar partur av tí bretska protektoratinum saman við Ellice Islands. Gilbertoyggjarnar gjørdist eitt hjáland í 1916 og fingu sjávstýri í 1971. Almenn mál í Kiribati eru enskt og Kiribatiskt, sum er eitt mikronesiskt mál. Danir. Danir er germansk fólk, ið býr í Danmark. Tey hava somu mentan og tosa danska málið. Copa del Rey. Copa del Rey ella bara La Copa (almenna heitið er "Copa de Su Majestad el Rey", á føroyskum Steypurin hjá Hansara Hátign Konginum), er ein sponsk fótbóltskapping, ið verður hildin eftir reglunum í steypakappingum. Kappingin varð fyrstu ferð hildin í 1902 í sambandi við hátíðarhaldið av krúningini av kong Alfonso XIII. Síðan hevur kappingin verið hildin undir ymiskum heitum á hvørjum ári burtursæð frá einum tíðarskeiði undir tí spanska borgarakrígnum. Til tann spanska landskappingin í fótbólti, La Liga, varð fyriskipað á fyrsta sinni í 1928, var Copa del Rey tann einasta veruliga tjóðarkappingin í fótbólti í Spania. Atlético Madrid. a> í 2010. Atlético Madrid spælir í reyðum og hvítum strípum. Club Atlético de Madrid, betri kent sum Atlético Madrid, Atlético de Madrid ella bara Atlético, er eitt spanskt fótbóltsfelag úr Madrid, sum spælir í La Liga. Atlético hevur vunnið La Liga tíggju ferðir, har ímillum í 1996, tá teir eisini vunnu steypakappingina; Copa del Rey tíggju ferðir; 1 Supercopa de España og 3 Copa Eva Duarte; í Evropa hava teir vunnið European Cup Winners' Cup í 1962, teir gjørdist nummar tvey í European Cup í 1974, vunnu Europa League í 2010 og í 2012, og vunnu UEFA Super Cup í 2010 og 2012, umframt tað vunnu teir Intercontinental Cup 1974. Felagið spælir heimadystirnir á Vicente Calderón, sum í løtuni rúmar 54,960 áskoðarum. Í 2015 skal Atletico flyta til nýggja heimavøll teirra, sum er Estadio La Peineta, og fer at rúma 70.000 áskoðarum. Atletico Madrid var stovnað 26. apríl 1903 sum Athletic Club de Madrid av trimum baskiskum lesandi, sum búðu í Madrid. Teir sóu hetta nýggja felagið sum eina ungdómsgrein hjá barndómsfelag teirra Athletic Bilbao. 290-árini. Øldir: 2. øld - 3. øld - 4. øld Áratíggju: 240-árini 250-árini 260-árini 270-árini 280-árini - 290-árini - 300-árini 310-árini 320-árini 330-árini 340-árini Ár: 290 291 292 293 294 295 296 297 298 299 280-árini. Øldir: 2. øld - 3. øld - 4. øld Áratíggju: 230-árini 240-árini 250-árini 260-árini 270-árini - 280-árini - 290-árini 300-árini 310-árini 320-árini 330-árini Ár: 280 281 282 283 284 285 286 287 288 289 Afrikanska Samveldið. Londini í Afrikanska Samveldinum síggjast sum myrkagrøn á kortinum. Tey ljósagrønu eru útihýst fyribils. Afrikanska Samveldið (AS) er ein samstarvsfelagsskapur millum 55 sjálvstøðugar tjóðir í Afrika sum varð settur á stovn í 2002. AS (á øðrum norðurlendskum málum AU fyri Afrikanske Union) skal fremja demokrati, mannarættindi og menning í hesum heimspartinum. Tað var statsleiðarin í Libia, Muammar al-Gaddafi, sum tók stig til at seta Afrikanska Samveldið á stovn hin 9. juli 2002 í Durban í Suðurafrika, og eftir ætlan skal samstarvið gerast meira umfatandi enn felagsskapurin ið var áðrenn, Felagsskapur fyri afrikanska eind. Fyrsti leiðarin fyri Afrikanska Samveldið var Thabo Mbeki, sum var forseti í Suðurafrika tá. Marokko er hevur valt at vera uttanfyri og er tí ikki limur. Landið meldaði seg úr tí fyrra felagsskapinum í 1984 fyri at mótmæla at Vestursahara gjørdist limur. Egyptaland varð útihýst í 2013, Guinea-Bissau varð útihýst í 2012 og Miðafrikanska Lýðveldið var útihýst eftir at stríð tók seg upp har í 2012. AS er farið burtur frá prinsippinum ið OAU hevði um ikki at blanda seg í innlendis stíð, og hava gjørt ein friðarvarveitandi felagsskap. Hesin broytti politikkurin hevur eitt nú ført við sær, at AS hevur havt friðarvarveitandi herdeildir í Darfur í Sudan og í Komorunum. AS varð sett á stovn við ES sum fyrimynd, men samstarvið er tó ikki so umfatandi sum hjá Evropeiska Samveldinum. Ætlanin er at seta á stovn eina felags myndeind fyri Afrikanska Samveldið, hon kemur at eita Afro og verður eftir ætlan tikin í nýtslu í 2028. AS hevur ein felags tjóðsang: "Let Us All Unite And Celebrate Together". Leiðarar. Formaðurin fyri Afrikanska Samveldið verður valdur millum statsleiðararnar í limalondunum og embætið er eitt ár. Friður. Friður kann definerast sum frávera av fíggindaskapi, skeldarí og ósemju og er tað mótsatta av kríggi. Orðið kann eisini nýtast um eina støðu sum er trygg, har ongin vandi er á ferð og ongin hóttan um vápnað stríð. Orðið kann nýtast um stilli og um at tað er friðarligt, báði konkret í umhvørvinum men eisini ein kensla av friði í sálini. Orðið kann eisini tulkast sum ein heilsan. Orðið "friður" kemur úr norrønum "friðr" sum merkir «kærleiki» og «friður» og er í ætt við frælsi. Á fleiri málum verður orðið fyri frið brúkt sum ein heilsan ella eitt farvæl, til dømis tað hawaiska orðið Aloha og tað arabiska orðið Salam. Á enskum verður orðið brúkt sum eitt farvæl, serliga fyri tey deyðu í "Rest In Peace". Í føroysku fólkakirkjuni er eisini vanligt at hoyra prestin siga "Friður verið við tykkum". Í Jólaevangeliinum hoyra vit eisini setningin: "Friður á jørð, og í menniskjum góður tokki! Friðarmerkið er merki sem er notað fyrir frið og oftast sett það sem merki allheimsins. Langafríggjadagur. Dagurin er til minnis um krossfesting Jesu. Langafríggjadagur (fríggjadagurin í dymbildagavikuni) er dagurin, tá ið Jesus doyði á krossinum. Hann hevur tókst langligur av tí sorgarlag, sum yvir honum hvíldi, tí hann var hildin til minnis um pínslu og krossfesting Krists. Hesir dagarnir í dymbildagaviku vórðu hildnir við strangari føstu, og nógvir vóru siðirnir viðvíkjandi matarhaldi og arbeiðslagi og øðrum hesar dagar. Burundi. Tjóðveldið Burundi (kirundi: "Republika y'Uburundi", franskt "République du Burundi", enskt "Republic of Burundi") er eitt land í Miðafrika. Burundi hevur mark við Tansania í bæði í syðri og eystri, Uganda í norðri og í vestri við Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. Høvuðsstaðurin í Burundi er Bujumbura. Bujumbura er eisini størsti býur og hevur umleið 500 túsund íbúgvar. Í Burundi búgva góðar 10 milliónir fólk í 2014. Felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning (OECD) hevur flokkað landið í bólkin heimsins fátækastu lond. Langa borgarakríggið hevur gjørt landið blóðfátækt, livikorini eru vánalig og barnadeyðin sera høgur. Søga. Til Burundi og Ruanda fingu sjálvstyri í 1962, vóru londini eitt land. Í báðum londum búgva tutsiar og hutuar, og stríðið ímillum hesi bæði fólkasløgini er eisini farið illa við Burundi. Í 1972 drupu tutsiar einar 10.000 hutuar. 40 % av skúlunum vóru oyðilagdir undir krígnum, sum herjaði í 90unum til byrjanina av hesi øldini. Upplýst verður í 2014, at enn eru einans 15 % av skúlunum bygdir uppaftur. Stjórnin hevur gjørt av, at skúlagongd skal vera ókeypis. Búskapur. Ógvuliga mong fólk eru flýdd higar úr krígsherjaða Ruanda; hetta hevur stórar trupulleikar við sær, tí at Burundi er sera fjølbygt og líka fátækt sum granni sín fyri norðan. Flestu fólk í Burundi liva av landbúnaði. Á fruktabesta lendinum býr so nógv fólk, at hvørt húski eigur bara so mikið avjørð, at tey so dánt fáa breyðføtt seg góð ár. Óár er stórur vandi fyri hungursneyð. Flestir bøndur her á leiðini royna bara at føða seg og húski sítt, annaðhvørt velta teir ymsa grøði ella halda teir neyt. Í hálendinum, har veðurlagið er vátt, men ikki so heitt, er fruktagóð gosøskujørð, og her eiga búnaðarfyritøkur stórar lundir, har tær dyrka te og kaffi til útflutnings. Sum fólkið er fjølgað, eru mangir garðar so smábýttir, at bøndurnir hava verið noyddir at velta niðan í brøttu líðirnar; tað ger, at í nógvum avfalli loypur oman, og soleiðis er nógv lendið oyðilagt. Jarðartýning er stórur trupulleiki, tí nógvur skógur verður ruddaður at fáa dyrkilendi. Mentan. Í Burundi verða frásagnir og tónleikur borin ætt eftir ætt av mannamunni. Fólkadansur tutsianna verður hildin at vera ímillum tað kendasta, afrikonsk mentan eigur. Esbjerg. Esbjerg er ein býur í Jútlandi í Danmark, býurin liggur við vesturstrondina í útsynningspartinum av landinum. Í býnum búgva 71 618 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Esbjerg til tann fimtstørsta býin í Danmark. Rættiliga nógvir føroyingar fluttu til Esbjerg í kreppuárunum í 1990-árunum, og fleiri búgva har enn. Býurin er høvuðsbýur í Esbjerg kommunu og størsta býarøkið í Vesturjútlandi við beinleiðis ferðasambandi til Kolding og Odense via motorveg E20 og jarnbreytina. Havnin er drivmegin í Esbjerg, og nógv virksemi er innan offshore-vinnuna. Harumframt virkar Esbjerg Havn sum ferjulega. Býurin hevur einaferð verið størsta fiskivinnuhavnin í Danmark, men er tað ikki longur. Í ein landnnyrðing av býnum liggur flogvøllurin Esbjerg Lufthavn. Innan ítrótt er Esbjerg kent fyri sítt fótbóltsfelag EfB (Esbjerg forenede Boldklubber) og ishockeyfelagið Esbjerg Energy, ið spæla teirra heimadystir á ávikavist Blue Water Arena og Granly Hockey Arena. Randers. Esbjerg er ein býur í Eysturjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 71.618 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Randers til tann sættstørsta býin í Danmark. Í Eysturjútlandi er Randers næstsstørsti býurin, næst eftir Aarhus. Býurin liggur 39 kilometrar norðanfyri Aarhus við áarmunnan á Gudenå, við landnnyrðings endan á ánni. Samstundis liggur býurin í botninum í Randers Fjord við brøttum bakkum á norðaru síðuni. Heilt frá gamlari tíð hevur Randers verið eitt týdningarmikið ferðsluknútapunkt fyri vegir ið fara norðureftir og suðureftir, ið møttust við Randers, hagani tað fyrr vóru skip ið sigldu út í Randers Fjord. Í dag er ferðasamband við toki til Langå og Hobro frá jarnbreytastøðini í býnum, eins og øll IC-tog ið fara norðureftir støðga her. Kolding. Kolding er ein býur í Suðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 58.021 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Kolding til tann sjeyndstørsta býin í Danmark. Kolding er høvuðsbýur í Kolding kommunu. Vejle. Vejle er ein býur í Suðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 53.230 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Vejle til tann 9. størsta býin í Danmark. Vejle er høvuðsbýur í Vejle kommunu. Síðan 1. januar 2007 hevur býurin verið sæti fyri miðfyrisitingina í Región Suðurdanmark. Herning. Panorama útsýni yvir Herning av Knudmoseheygnum Herning er ein býur í Miðjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 47.765 fólk (2014) inkl. Tjørring, Snejbjerg, Lind, Birk, Hammerum og Gjellerup, sum gjøgnum ídnaðarøkini eru vaksnar saman við sjálvan keypstaðin. Hetta fólkatalið ger Herning til tann 11. størsta býin í Danmark. Herning er næstan vaksin saman við grannabýin Ikast gjøgnum ídnaðarøkið HI Park, sum liggur millum Hammerum og Ikast. Herning er høvuðsbýur í Herning kommunu. Søga. Navnið kemmur av tí eldra orðinum "Hørningh" ("horn", tvs. ein bakke, og endingin "-ing"). Harragarðurin Herningsholm varð bygdur á staðnum í 1579. Við 21 íbúgvum í 1840 var Herning langt frá at vera ein býur. Uppdyrkanin av jørðini har í økinum fyrst í 19. øld førdi til fólkavøkstur, og Herning mentist sum handilsmiðdepil fyri økið. Býurin vaks rundan um eitt tinghús og eitt apotek, og tað er annars ikki eyðkend fyri aðrir býir. Tá landsvegurin millum Ringkøbing og Silkeborg varð gjørdur í 1840-árunum og kom gjøgnum bygdina, so byrjaði bygdin at vaksa til ein bý. Silkeborg. Silkeborg er ein býur í Miðjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 43.158 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Silkeborg til tann 14. størsta býin í Danmark. Silkeborg er høvuðsbýur í Silkeborg kommunu og liggur á óslættari jørð við skógarklæddum heyggjum. Gudenáin rennur tætt framvið miðbýin. Rutubátar sigla til Silkeborgvøtnini og Himmelbjerget frá tí lítlu havnini í býnum, og tað gamla dampskipið Hjejlen er tann kendasti av teimum. Silkeborg er ein statiónsbýur á jarnbreytastrekkinum millum Skanderborg og Herning. Býurin liggur í Región Miðjútland. Fredericia. Fredericia er ein býur í Suðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 43.158 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Fredericia til tann 16. størsta býin í Danmark. Fredericia er høvuðsbýur í Fredericia kommunu. Viborg. Útsýnið yvir býin og Viborg Dómkirkju. Viborg er ein býur í Miðjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 38.572 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Viborg til tann 17. størsta býin í Danmark. Viborg er høvuðsbýur í Viborg kommunu, fólkatalið í Viborg kommunu er 94.486 (2014). Býurin er ein av elstu býunum í Danmark og liggur mitt í Jútlandi við tann søguliga Hernaðarvegin. Navnið á býnum, sum gjøgnum tíðirnar er blivið skrivað sum Wibjerg, Wibiærgh, Wybærgh, Wiburgh og á latíni sum Wibergis, vísir til eitt vígt stað til gudsdyrkan, eftirsum "Vi" á forndonskum merkir halgidómur, og so vísir navnið eisini til tað, at býurin liggur rættiliga høgt uppi. Viborg merkir sostatt "tað heilaga staðið á heygnum". Viborg Kommuna er eftir víddini tann næststørsta í Danmark, næst eftir Ringkøbing-Skjern Kommunu. Síðan 1. januar 2007 hevur býurin verið sæti fyri miðfyrisitingina í Región Miðjútland. Í 2012 varð Viborg kommuna kosin sum Ársins ítróttakommuna og Ársins ungdómskommuna. Holstebro. Holstebro er ein býur í Miðjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 34.873 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Holstebro til tann 19. størsta býin í Danmark. Holstebro er høvuðsbýur í Holstebro kommunu. Hjørring. Hjørring er ein býur í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 25.071 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Hjørring til tann størsta býin í Vendsyssel. Hjørring er høvuðsbýur í Hjørring kommunu. Hadsund Suður. a>, ið ikki er í nýtslu longur Hadsund Suður (á donskum: Hadsund Syd) er eitt býarøki í Norðurjútlandi í Danmark fáir hundrað metrar sunnanfyri Hadsund á syðru síðu av Mariagerfjørðinum. Í býnum búgva 477 fólk (2014). Býurin er vaksin upp fram við tí gomlu ferjuleguni við Mariagerfjørðin. Býarøkið virkar sum ein býarpartur í Hadsund á norðursíðuni av Mariagerfjørðinum. Fjarstøðan til Hadsund er tann 252 m langa Hadsundbrúgvin. Harvið er frástøðan til Hadsund meira enn 200 metrar, og Danmarks Statistik sær tí hetta økið sum eitt sjálvstøðugt býarøki. Størsta virki í býnum Byens er Rikki Tikki Company, sum eitt nú er kent fyri at gera blandt Trip Trap Nissur. Umframt hesa fyritøkuna er eisini ein endurnýtsluhandil har og ein krógv, Færgekroen við einum lítlum hotelli (Hotel Syd). Býurin hevur sína egnu lítlu havn til stuttleikabátar, sum liggur við endan av Færgevej við gomlu ferjuleguna. Áðrenn 1880-árini bleiv bygdin nevnt Hadsund Huse, í 1883 varð økið nevnt Sønder Hadsund og hevði hetta navnið til 1970-árini, og hevur síðan tá verið nevnt Hadsund Syd (á føroyskum Hadsund Suður). Linkoban. Ling Ly, betri kend sum Linkoban (fødd 1985, deyð 17. februar 2016) var ein donsk-kinesisk-vjetnamesisk hip-hopsongkvinna og rappari. Hon hevur eitt nú framført á SPOT Festival 2013 og á Roskilde Festival sama árið. Hon doyði av krabbameini hálvt annað ár eftir at sjúkan varð staðfest. Sønderborg. Sønderborg er ein býur í Suðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 27.434 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Sønderborg til tann 23. størsta býin í Danmark. Sønderborg er høvuðsbýur í Sønderborg kommunu. Aabenraa. Aabenraa (Åbenrå) er ein býur í Suðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 15.814 fólk (2014). Aabenraa er høvuðsbýur í Aabenraa kommunu. Visborg. Visborg er ein bygd í Himmerland, 3 km í ein landnyrðing av Hadsund. Bygdin hoyrir til Mariagerfjord kommunu í Región Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 427 fólk (2014). Tønder. Tønder er ein býur í Suðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 7.595 fólk (2014). Tønder er høvuðsbýur í Tønder kommunu. Skagen. Skagen er ein býur í Frederikshavn kommunu í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 8.198 fólk (2014). Hirtshals. Hirtshals er ein býur í Hjørring kommunu í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 5.959 fólk (2014). Føroyska ferjan Norrøna hjá Smyril Line siglir úr Tórshavn til Hirtsals einaferð um vikuna um veturin og tvær ferðir um vikuna um summarið. Nógvir føroyingar búgva í Hirtshals, og nógvir føroyskir fiskimenn hava tætt tilknýti til býin, tí teir hava landa har ofta og summir sigla regluliga út frá Hirtshals, men búgva tó í Føroyum. Summir av føroyingunum sum búgva í Hirtshals eiga fiskiskipa har. Í 1990-árunum fluttu fleiri føroyskar familjur til Hirtshals orsakað av kreppuni, sum rakti hart í Føroyum og førdi til stórt arbeiðsloysi og stóra fráflyting. Føroyska Brøðrasamkoman eigur og rekur samkomuhúsið Malta í Hirtshals. Ribe. Ribe er ein býur í Suðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 8.168 fólk (2014). Regiónir í Danmark. Danmark er býtt sundur í fimm regiónir og 98 kommunur. Hetta uppbýti kom í gildi frá 1. januar 2007, eftir Kommunalreformin í 2007. Región Norðurjútland. Región Norðurjútland (Danskt: Region Nordjylland) er ein av teimum fimm Regiónunum í Danmark, sum vóru settar á stovn 1. januar 2007 eftir at Kommunalreformurin varð samtyktur í 2005. Región Norðurjútland fevnir um tað fyrrverandi Nordjyllands Amt og um teir partar av tí gamla Viborg Amt, ið liggja norðanfyri Limfjørðin, íroknað oynna Mors. Harumframt er tann norðari parturin av tí nú fyrrverandi Århus amt, har ið býurin Mariager liggur. Miðfyrisitingin hjá Regiónini liggur í Regiónshúsinum í Aalborg Eystur. Regiónirnar í Danmar eru komnar í staðin fyri tey gomlu amtini, og talið av kommunum er minkað til 98. Tað eru 11 kommunur í Región Norðurjútlandi, fólkatalið er 580.272 (2013) og økið fevnir um 7.910 km². Regiónsráðsformaður er Ulla Astman. Páskir. Vit hátíðarhalda páskir til minnis um, at Jesus mátti líða og doyggja fyri okkara syndir. Páskirnar eru størsta kristna hátíðin. Vit minnast Jesu deyða og uppreisn og siður hansara á deyða og á tí illa. Fyri tey kristnu er hetta gleðiboðskapurin um, at menniskjan nú hevur at­ gongd til Guds ríki í trúnni á Jesus. Paulus ápostul sigur, at um Jesus ikki var deyður, so var kristni boðskapurin syndarligur, og tá var trúgvin til fánýtis. Tað er ikki vist, at tey fyrstu kristnu hava hildið páskir. Seint í 3. øld varð semja gjørd um, at Jesus doyði langafríggjadag og reis upp sunnudag. Eftir kirkjufund í Nikea ár 325 varð tíðar­ bilið fyri páskirnar lagt. Halgidagarnir um páskirnar eru: Pálmasunnudagur, skírhósdagur, langifríggjadagur, páskadagur (páskasunnudagur) og 2. páskadagur. Skírhósdagur, langafríggjadagur og páskaaftan vórðu róptir: "Triduum sanctum" – tríggjadagahalgan, síðsta stigið í fyrireikingunum til at halda páskir. Hátíðarhaldið hevur frá fyrndini verið til at fagna várinum og hinum vaknandi gróðrinum. Bíbliunnar frásøgn um Jesu líðing, deyða og uppreisn hevur hugkveikt mong tónaskøld og sálmayrkjarar gjøgnum tíðirnar, klassisk og nútímans. Ofta verða ymisk tónaverk og sangverk framførd um páskirnar. Nevnast kann passiónstónleikurin í protestantisku kirkjuni, ið snýr seg um Jesu líðing. Kendasta klassiska tónaskaldið er Johann Sebastian Bach, ið hevur skrivað Matteus- og Jóhannes­passiónina. Tað verður hildið, at hann eisini hevur gjørt Lukas­passiónina og Markuspassiónina. Her fnna vit solistar, ið umboða Jesus, Judas, Pilatus og onn­ur kend nøvn. Einstøku partarnir eru knýttir saman við sálmum, ið undirstrika søgugongdina og samstundis knýta samband við protestantisku gudstænastuna. Orðalýsing. Páskir er kvennkynsorð í fleirtali og ikki hvørkikynsorð, sum hoyrist so mangan. Tí eiga vit av røttum at siga eitt nú "gleðiligar páskir" og ikki "gleðilig páskir", "eg var og ferðaðist um páskirnar" og ikki "um páskini". Í norrønum máli var tað kallkynsorð í fleirtali páskar, men kom eisini fyri sum kvennkynsorð í sama sniði. Men í norrønum kemur tað eisini hendingaferð fyri í teirri mynd, sum vit kenna tað: páskir sum kvennkynsorð. Soleiðis t.d. í hinum stóra fornnorska bíbliusøguverkinum, sum gongur undir navninum Stjórn. Har stendur undir 1. Mósebók "laugardaginn fyrir pásk¬ir", t.e. "leygardagin fyri páskir". Á nútíðaríslendskum er tað kallkynsorð páskar. Men hví er so stór óvissa um kyn og form á hesum orði longu frá fyrndini? Frágreiðingin man helst vera tann, at hetta er tøkuorð, ikki upprunaorð í málinum, men innkomið uttaneftir, t.e. sunnaneftir við kristindóminum. Tað er komið um grikskt og latín úr hebráiskum máli, tí máli, sum Gamla Testamentii er skrivað á, har tað æt "pesach" og merkti "at leypa um". Ein týðandi táttur í páskahaldinum hjá gýðingum var at eta páskalambið. Á týskum eita páskir "Ostern" og á enskum "easter". Hildið verður, at tað er komið av navninum á eini gyðju ella gudinnu fyri várinum. Tað er skylt millum annað við ættarnavnið eystur, har sum sólin kemur upp. Jødiskir páskasiðir. Jødar halda páskir til minnis um, tá ið ísraelsfólk sluppu út úr trælahaldinum í Egyptalandi. Jerúsalem í Ísrael var staðurin, har øll fóru á páskum, tí her stóð templ­ið. Tá ið tað var rivið niður, seinastu ferð ár 70 e.Kr., helt fólkastreymurin uppat, men enn er Jerúsalem staðurin, har nógvir jødar ferðast á páskum. Í tempultíðini ofraðu tey lomb á páskum. Í dag eta jødar páskamáltíð, har maturin hevur symbolskan týdning. 

Jødisku páskirnar stava frá tí ferðini, tá ið Gud bjargaði ísraels­ fólki undan teimum tíggju plágunum. Tá ið tíggjunda plágan skuldi koma, sigur Gud ísraelsfólki, hvussu tey skulu bera seg at, skal deyðseingilin ikki koma á gátt. Tað var blóðið av lambi, ið skuldi smyrjast um úthurðina, sum tekin fyri, at Gud vildi bjarga teimum. Hetta var ikki fremmant fyri teimum, tí vanligt var at ofra til Gud, at bøta um syndir, og tá varð blóð nýtt. Prestar tóku sær av hesum. Blóðið av lombum undan seyði ella geitum varð ofrað á altarinum í templinum. Fólk tóku deyða lambið, ið tey høvdu samsýnt fyri, heim við sær og mat­ gjørdu. Hetta var páskalambið, sum tey ótu á páskum. Jødar ferðaðust tríggjar ferðir um árið til Jerúsalem, tá ið templið stóð. Teir høvdu offurgávu við sær til prestarnar og templið. Skírhósdagur. Skírhósdagur ella skírisdagur er hósdagurin í stilluviku. Skírhósdagur er heiligdagur í nøkrum fáum londum í heiminum. Navnið merkir reinur – "skírur". Hendan dagin innsetti Jesus heilagu kvøldmáltíðina og vaskaði lærusveinunum um føturnar. Seinni sama dag varð Jesus svikin av Judasi í Getsemane urtagarði. Hin seinasta kvøldmáltíðin Jesus hevði sagt lærusveinunum frá, at hann fór at líða nógv, og at fíggindar hansara fóru at taka hann av døgum. Eftir at hava verið saman við teimum í trý ár, skuldi hann verða tikin frá teimum. Kvøldið fyri, at Jesus skuldi krossfestast, sótu hann og lærusveinarnir í eini loftsstovu. Jesus át sína seinastu máltíð saman við teimum. Her innsetti hann heilagu kvøldmáltíðina við at geva lærusveinunum breyð og vín, sum hann segði var likam og blóð sítt. Teir skuldu eta breyðið og drekka vínið til tess at minnast Jesus. Aftaná segði hann, at ein av lærusveinunum fór at svíkja hann. Judas fór sama kvøldið til høvuðsprestarnar og segði teimum frá, hvar teir kundu finna Jesus og taka hann. Fyrsti liður í orðinum skírhósdagur er stovnurin í lýsingarorðinum skírur, ið merkir "reinur". Frágreiðingin skal vera, at fólkið hevur fingið reinsan fyri syndir sínar eftir ta longu føstuna, men hugsandi er eisini, at sipað verður til fótatváttin gitna henda dagin. Thisted. Thisted er ein býur í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 13.079 fólk (2014). Hanstholm. Hanstholm er ein býur í Thisted kommunu í Región Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 2.157 fólk (2014). Til 2. oktober 2010 var Hanstholm Havn atløgubryggjan hjá Norrønu í Danmark, síðan tá hevur Norrøna siglt til Hirtshals í staðin. Ongin tokstøð er í Hanstholm. Undir seinna heimsbardaga vóru bunkarir bygdir á strondini í Hirtshals og kanónir vóru settar upp. Nakað av hesum sæst enn. Olsen-Banden filmurin "Olsen-banden i Jylland" er lutvíst upptikin har. Hadsundbrúgvin. Hadsundbrúgvin er ein 250 m long klappbrúgv í Himmerland, Jútland, sum er ætlað motoraktførum, ið skulu koyra yvirum Mariagerfjørðin. Brúgvin bindir Eysturjútland Hadsund Suður saman við Himmerland Hadsund. Brúgvin læt upp hin 10. november 1976 eftir at byggingin byrjaði í 1974. Brúgvin er 252 metrar long, 21,6 metrar breið og hevur eina miðal gjøgnumsiglingarbreidd á 26 metrar. Nykøbing Mors. Nykøbing Mors er ein býur í eystara partinum av oynni Mors í Limfjørðinum í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 9.031 fólk (2014). Nykøbing Mors er høvuðsbýur í Morsø kommunu. Aars. Aars ella Års er ein býur í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 8.105 fólk (2014). Aars er høvuðsbýur í Vesthimmerlands kommunu. Býurin liggur mitt í Vesthimmerland 43 km í ein útsynning av Aalborg, 44 km norðanfyri Viborg, 28 km í ein útnyrðing av Hobro og 27 km í ein landssynning av Løgstør. Mitt í býnum liggur Aar kirkja, ið var bygt úr granitti í 13. øld. Tá Aars fekk egna tokstøð og býurin vaks, varð tað neyðugt at útbyggja kirkjuna í 1921-22, tá bleiv hon kálkað hvít og sær enn út sum tá. Skelund. Skelund er ein býur í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 438 fólk (2014). Øster Hurup. Øster Hurup er ein býur í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 713 fólk (2014). Als (býur). Als er ein býur í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 927 fólk (2014). 270-árini. Øldir: 2. øld - 3. øld - 4. øld Áratíggju: 220-árini 230-árini 240-árini 250-árini 260-árini - 270-árini - 280-árini 290-árini 300-árini 310-árini 320-árini Ár: 270 271 272 273 274 275 276 277 278 279 260-árini. Øldir: 2. øld - 3. øld - 4. øld Áratíggju: 210-árini 220-árini 230-árini 240-árini 250-árini - 260-árini - 270-árini 280-árini 290-árini 300-árini 310-árini Ár: 260 261 262 263 264 265 266 267 268 269 250-árini. Øldir: 2. øld - 3. øld - 4. øld Áratíggju: 200-árini 210-árini 220-árini 230-árini 240-árini - 250-árini - 260-árini 270-árini 280-árini 290-árini 300-árini Ár: 250 251 252 253 254 255 256 257 258 259 Región Suðurdanmark. Kort ið vísir, hvar ið Región Suðurdanmark er. Región Suðurdanmark (á donskum máli: Region Syddanmark) fevnir um kommunurnar, ið vóru í fyrrverandi amtunum: Fyns, Ribe og Sønderjyllands amtum, umframt tær nú fyrrverandi kommunurnar: Børkop, Egtved, Fredericia, Give, Jelling, Kolding, Lunderskov, Vamdrup og Vejle, ið hoyrdu til Vejle Amt. Miðfyrisitingin hjá Regiónini liggur í Vejle. Í regiónini eru 22 kommunur, harav 3 tær fólkaríkastu eru Odense, Esbjerg og Vejle við ávikavist uml. 187 000, 114 000 og 105 000 íbúgvum. Fanø kommuna hevur lægsta fólkatal í regiónini við umleið 3 000 íbúgvum. 3 av teimum 22 kommununum í regiónini vórðu ikki lagdar saman við øðrum kommunum á tí seinasta kommunalreforminum: Odense, Fredericia og Fanø. Við einum fólkatali á umleið 1,2 mio. er Región Suðurdanmark triðstørsta región í Danmark eftir Høvuðsstaðin (1,7 mio.) og Miðjútland (1,27 mio.) Eftir vídd er regiónen tann næststørsta við 12 191 km², bara Región Miðjútland er størri við 13 142 km². Statsligar uppgávur í Región Suðurdanmark vera viðgjørdar í Statsforvaltning Suðurdanmark. 240-árini. Øldir: 2. øld - 3. øld - 4. øld Áratíggju: 190-árini 200-árini 210-árini 220-árini 230-árini - 240-árini - 250-árini 260-árini 270-árini 280-árini 290-árini Ár: 240 241 242 243 244 245 246 247 248 249 Nørresundby. Limfjørðsbrúgvin í 2004, Nørresundby sæst í bakgrundini. Nørresundby er ein býur í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 21.761 fólk (2014). Roskilde. Roskilde er ein býur á Sjællandi í Danmark. Í býnum búgva 48.721 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Roskilde til tann 10. størsta býin í Danmark. Roskilde er høvuðsbýur í Roskilde kommunu og er partur av Región Sjælland. Helsingør. Helsingør er ein býur í Høvuðsstaðarregiónini í Danmark. Í býnum búgva 46.407 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Helsingør til tann 12. størsta býin í Danmark. Helsingør er høvuðsbýur í Helsingør kommunu. Hørsholm. Hørsholm er ein býur í Sjællandi í Danmark. Í býnum búgva 46.229 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Hørsholm til tann 13. størsta býin í Danmark. Hørsholm er høvuðsbýur í Hørsholm kommunu. 230-árini. Øldir: 2. øld - 3. øld - 4. øld Áratíggju: 180-árini 190-árini 200-árini 210-árini 220-árini - 230-árini - 240-árini 250-árini 260-árini 270-árini 280-árini Ár: 230 231 232 233 234 235 236 237 238 239 Región Høvuðsstaðurin. Región Høvuðsstaðurin (á donskum: Region Hovedstaden) er við sínum 1,7 mió. íbúgvunum tann fólkaríkasta av teimum fimm regiónunum í Danmark. Regiónin er ein samanlegging av teimum gomlu amtunum Keypmannahavnar og Frederiksborg amtum, Keypmannahavnar og Frederiksberg kommunum og Bornholms Regiónskommunu og hevur harumframt yvirtikið uppgávurnar hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab. Regiónin hevur miðfyrisiting í Hillerød. Regiónin hevur umleið 36 000 starvsfólk (gjørt upp í fulltíðarstørv) og hevði í 2013 eitt samlað búskett á 34,2 mia. kr. Región Høvuðsstaðurin verður stýrt av einum regiónsráði, sum fyrstu ferð varð valt hin 15. november 2005. Uppgávurnar hjá regiónini eru fyrst og fremst innan heilsu og sjúkrahús, íroknað heilsutrygging. Regiónin hevur størsta sjúkrahúsverkið í Danmark við 11 sjúkrahúsum, íroknað Region Hovedstadens Psykiatri. Útreiðslurnar til heilsuøkið eru umleið 90 % av samlaðu útreiðslunum hjá regiónini. Statsligar uppgávur í Región Høvuðsstaðnum hoyra undir "Statsforvaltningen Hovedstaden". Regiónsráðið. Sophie Hæstorp Andersen (Socialdemokraterne) er regiónsráðsformaður. Á. Á [ɔɑː] er annar bókstavur í tí føroyska stavraðnum. Ð. Ð (stóra Ð, lítla ð) er 5. bókstavur í tí føroyska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í íslendska stavraðnum og hevur fyrr verið brúkt í fornum og miðenskum. Á føroyskum verður hesin bókstavur nevndur "edd". Eitt føroyskt orð kann ikki byrja við ð, men ð kann standa mitt í einum orði ella í endanum av einum orði. Á føroyskum verður ð ikki úttalað í orðum longur, tað er annaðhvørt fallið burtur (sí dømi niðanfyri) ella verður úttalað sum j (t.d. miðan) ella v (t.d. maður). V.U. Hammershaimb valdi at taka ð við í mállæru sína, meðan Jakobsen, doktari, ikki tók tað við í sínum uppskoti til stavrað og mállæru. Av tí at ð ofta er stumt á føroyskum, eru tað mong ið hava trupult við at skriva tað rætt, tí ein skal kenna reglurnar væl. T.d. skal eitt navnorð, sum stendur í hvørjumfalli, ongantíð enda við ð. Og ofta er ð einasti munur millum bundið og óbundið hvørkikynsorð í hvør- og hvønnfalli eintal. Í døminum "stykki" niðanfyri eru teir formarnir, sum trupult kann vera at skilja ímillum, skrivaðir við reyðum. Orðini "var" og "varð" verða úttalað eins, men hava ikki somu merking. "Var" er tátíðarformur av tí, sum eitur "er" í nútíð (hon "er" heima, hon "var" heima). "Varð" er tátíðarformur av tí, sum eitur "verður" í nútíð (bókin "verður" lisin, bókin "varð" lisin í útvarpinum). Tvey onnur orð, ið ljóða eins, eru "í" og "ið", har "í" hevur sama týdning sum "i" á donskum og "in" á enskum, meðan "ið" kann skiftast út við orðið "sum". Valdemar á Løgmansbø. Valdemar á Løgmansbø (føddur 1952) er ein føroyskur rithøvundur, sangari, tónleikari, sangskrivari og fyrrverandi fótbóltsleikari við MB og FS Vágar. Hann er útbúgvin bygningssnikkari. Hann fór sum 13 ára gamal við pápa sínum at rógva út frá Eggersøe á Kappanum. Hálvt ár seinni arbeiddi hann nakrar mánaðar hjá kommununi í Miðvági, síðan fór hann á realskúlan á Giljanesi. Eftir páskaroyndina fór hann yvir til Grønlands við línubátinum Varberg, har hann var næstu 10 mánaðirnar. Síðan fór hann í 1969 við Ólavi Halga yvir til New Foundlands at fiska. Summarið 1969 fór hann í læru í Sandavági sum bygningssnikkari, og varð útlærdur í 1973. Síðan 1973 hevur hann arbeitt sum snikkarameistari. Hann spælir enn guitar, sjálvt um hann bert hevur tríggjar fingar á tí høgru hond. Hann var gestur í útvarpssendingini Brunsj hin 22. apríl 2014, har hann framførdi tveir sangir og spældi guitar, í sendingini nevndi verturin, Eyðfinn Jensen, at hann var spentur uppá at hoyra, hvussu tað ljóðaði tá ein spældi guitar við trimum fingrum. Tað hoyrdist ikki, at hann manglaði tveir fingrar, var verturin sannførdur um. Familja. Foreldur: John á Løgmansbø úr Miðvági, og Johild á Løgmansbø, f. Hansen, úr Sørvági. Pápin gekk burtur við Sjeystjørnuni í 1973, tá var Valdemar 20 ára gamal. Omman og abbin í faðirætt vóru Nicolina Johannesen, ættað av Dunganum í Sørvági, og Tummas Jacob Johannesen úr Miðvági. Omman og abbin í móðurætt vóru Valdina Hansen úr Sørvági og Hans Hansen úr Funningi. Varð í 1975 giftur við Trygvør á Løgmansbø, f. Nattestad, saman eiga tey fýra børn: Jónley (1976), Biritu (1978), Torgunn (1989) og Ingmar (1993). Æ. Æ ella æ er 28. bókstavur í tí føroyska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í íslendska, danska og norska stavraðnum. Ą. Ą ella ą er bókstavur í tí pólska og litaviska stavraðnum. Ø. Ø ella ø er 29. bókstavur í tí føroyska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í danska, norska og suðursámiska stavraðnum. Íslendska stavraðið. Íslendska stavraðið er bygt á latínska stavraðið við nøkrum eyka bókstavum við teknum. Tað verður nýtt til at skriva íslendska málið. C, Q og W verða bert nýttir í íslendskum orðum av útlendskum uppruna. Z varð nýtt til 1973, men tá fór man burtur frá tí. Tó nýtir íslendska tíðindablaðið "Morgunblaðið" onkuntíð bókstavin z, og skúlin "Verzlunarskóli Íslands" hevur z í navninum. Høgni Egilstoft Nielsen. Høgni Egilstoft Nielsen (føddur 29. apríl 1997) úr Sandavági er ein føroyskur telvari og fótbóltsleikari. Hann vann FM í talvi bert 16 ára gamal í apríl 2014. Tað gjørdist greitt, at hann hevði vunnið, longu tá eitt umfar var eftir, tí tá hevði hann 8 stig, meðan teir næstu eftir honum høvdu 6 stig. Hann er yngsti FM vinnari í talvi nakrantíð. Dagin eftir skrivaði hann aftur føroyska talvsøgu, tá hann vann sín seinasta dyst og gjørdist tann higatil fyrsti og einasti, ið hevur vunnið FM í talvi við fullum stigatali. Høgni hevur eisini gjørt nógv um seg í Norðulandameistarakapping fyri ung. Í 2008 vann Høgni silvur fyri telvarar 10 ár og yngri, ið varð hildin í Danmark. Í 2010 vann Høgni bronsu fyri telvarar 12 ár og yngri, ið varð hildin í Svøríki. Í 2012 vann Høgni silvur fyri telvarar 14 ár og yngri, ið varð hildin í Finnlandi. Í 2013 vann Høgni bronsu fyri telvarar 16 ár og yngri, ið varð hildin í Íslandi. Høgni spælir eisini fótbólt. Hann spælir við fótbóltsliðnum 07 Vestur. Hann hevur umboðað føroyska fótbóltslandsliði bæði fyri U-15 og U-17. Høgni spældi við U-15 í 2011. Í 2012 og 2013 umboðaði Høgni U-17 landsliðið. Hann spældi tó ongan dyst í 2012, men spældi allar dystirnar U-17 liðið spældi í 2013, sum var 10 dystir. Familja. Bróðir Høgna, Rógvi Egilstoft Nielsen, er eisini telvari og vann FM í talvi í 2012 og luttók á Talv-OL 2012. Pápi teirra er fyrrverandi fótbóltsleikari og telvarin Torkil Nielsen, ið skoraði málið hjá Føroyum í 1-0 sigrinum móti Eysturríki í 1990. Niðurlendska stavraðið. Niðurlendska stavraðið er bygt á latínska stavraðið og verður nýtt til at skriva niðurlendska málið. 220-árini. Øldir: 2. øld - 3. øld - 4. øld Áratíggju: 170-árini 180-árini 190-árini 200-árini 210-árini - 220-árini - 230-árini 240-árini 250-árini 260-árini 270-árini Ár: 220 221 222 223 224 225 226 227 228 229 Frísisk mál. Frísisku málini eru ein grein av germansku málfamiljuni. Þ. Þ ella þ er 30. bókstavur í tí íslendska stavraðnum. Vesturfrísiskt mál. Vesturfrísiskt ("Frysk") er eitt av frísisku málunum. Vesturfrísiskt verður fyrst og fremst tosað í Frieslandi. Norðurfrísiskt mál. Norðurfrísiskt ("Frasch / Fresk / Freesk / Friisk") er eitt av frísisku málunum. Norðurfrísiskt verður fyrst og fremst tosað í Nordfrieslandi. Frísaland. Frísaland er ein landspartur í Niðurlondum og í Týsklandi Saterfrísiskt mál. Saterfrísiskt ("Seeltersk") er eitt av frísisku málunum. Saterfrísiskt verður fyrst og fremst tosað í Saterlandi í Týsklandi. Norðurfrísisk Wikipedia. Norðurfrísisk Wikipedia er tann norðurfrísiskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia. 210-árini. Øldir: 2. øld - 3. øld - 4. øld Áratíggju: 160-árini 170-árini 180-árini 190-árini 200-árini - 210-árini - 220-árini 230-árini 240-árini 250-árini 260-árini Ár: 210 211 212 213 214 215 216 217 218 219 200-árini. Øldir: 2. øld - 3. øld - 4. øld Áratíggju: 150-árini 160-árini 170-árini 180-árini 190-árini - 200-árini - 210-árini 220-árini 230-árini 240-árini 250-árini Ár: 200 201 202 203 204 205 206 207 208 209 Sung Jae-ki. Sung Jae-ki (Hangul: 성재기 føddur 11. september 1967 í Daegu - deyður 26. juli 2013 í Mapo í Seoul var ein Suðurkoreanskur mannarættindaaktivistur, ið stríddist fyri rættindum hjá monnum mótvegis kvinnum. Hann var anti-feministur. Sung stovnaði Association of Korean male(남성연대) og var formaður har frá 2008 til 2013. Hann tók lívið av sær í 2013 við at loypa av Mapo-brúnni. Hann hevði kunngjørt á heimasíðu síni dagin fyri, at hann ætlaði at taka lívið av sær, tá skyldaði hann umleið 200 milliónir dollarar. Boris Spasskij. Boris Vasiljevitj Spasskij (Бори́с Васи́льевич Спа́сский), føddur 30. januar 1937, er ein russiskur stórmeistari og fyrrverandi heimsmeistari í talvi. Hann var tann 10. talvheimsmeistarin og vann hann heitið fleiri ár á rað frá 1969 til 1972. Hann er kendur sum ein av teimum størstu telvarunum, og er hann eisini tann elsti talvheimsmeistarin, ið er á lívi. Spasskij vann Sovjetiska Talvmeistaraskapin tvær ferðir (1961, 1973) og tvær ferðir tapti hann finaluna (1956, 1963). Hann var ein av kandidatunum til Talv Heimsmeistaraskapin sjey ferðir (1956, 1965, 1968, 1974, 1977, 1980 og 1985). Á Talv-OL í 1984 í Thessaloniki megnaði føroyski telvarin John Rødgaard at spæla javnt móti Spasskij. Barna- og ungdómsárini. Hann varð føddur í Leningrad (nú Sankta Pætursborg) og lærdi at telva sum fimm ára gamal, tá hann og mong onnur vóru evakueraði úr býnum við einum toki undir Seinna heimsbardaga. Hann gjørdist rættiliga kendur í Sovjetsamveldinum, tá hann sum 10 ára gamal vann á táverandi sovjetiska meistaranum Mikhail Botvinnik, sum leikti simultantalv í Leningrad. Fyrsti talvvenjari hansara í barnaárunum var Vladimir Zak. Gjøgnum barna- og ungdómsárini, frá hann var 10-ára gamal, vandi Spasskij ofta talv í fleiri tímar hvønn dag saman við venjarum á meistarastigi. Hann setti fleiri met sum yngsti sovjetiski telvarin ið uppnáddi ymiskar rankingar á ávísum aldri (sum 10, 11 og 15 ára gamal). Í 1952, tá hann var 15 ára gamal, skoraði hann 50% í sovjetiska meistaraskapinum í semifinaluni, og gjørdist nummar tvey í Leningrad Meistaraskapinum sama árið. Hann vann IM heitið í 1953 og stórmeistaraheitið GM í 1955. Vesturfrísisk Wikipedia. Vesturfrísisk Wikipedia er tann vesturfrísiskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia. Park Geun-hye. Park Geun-Hye (hangul: 박근혜, hanja: 朴槿惠), fødd 2. februar 1952, hevur verið forsteti í Suðurkorea síðan februar 2013. Hon er dóttir Park Chung-hee sum var forseti í Suðurkorea frá 1961 til 1979. Hon varð liðug við útbúgving sína á deildini fyri elektronikk við Soganga-univeristetið í 1974. Eftir at faðir hennara varð myrdur í 1979, tók hon frástøðu frá politikki og almenna rúminum. Í 1995 gjørdist honn tó ráðgevi hjá Tí stóra Tjóðskaparflokkinum og í 1998 tók hon sæti í tjóðartinginum fyri sama flokkin, men í 2002 fór hon úr flokkinum. Hon var limur í tjóðartinginum 1998-2012 og floksleiðari fyri konservativa flokkin Saenuri 2004-06. Í 2007 tapti hon kampin um at gerast forsetavalevni floksins móti Lee Myung-bak. Á heysti 2012 eydnaðist tað henni at gerast valevni til forsetavalið fyri Saenuri-flokkin, og hon vann valið hin 19. desember við 51,6 % av atkvøðunum. No Mythologies to Follow. No Mythologies to Follow er fyrsta fløgan hjá Karen Marie Ørsted, betri kend sum Mø. Fløgan kom út 7. mars 2014. Eurovision Song Contest 2014. Vertirnir á Eurovison 2014 í Keypmannahavn. Eurovision Song Contest 2014 var tann 59. árliga evropeiska sangkappingin, sum á enskum nevnist Eurovision Song Contest, í Føroyum eisini kent sum Melodi Grand Prix. Kappingin var hildin í Keypmannahavn, Danmark, eftir at Emmelie de Forest vannkappingina í 2013 við sanginum "Only Teardrops". Í 2014 var tað triðju ferð, at Danmark fyriskipaði kappingina, hinar báðar ferðirnar vóru í 1964 og 2001. Hálvfinalurnar vóru hildnar 6. og 8. mai, meðan sjálv finalan varð hildin hin 10. mai. Føroyingurin Per Zachariassen stóð við høvuðsábyrgdini fyri framleiðsluni av sjónvarpssendingini hjá Eurovision Song Contest 2014. 37 lond luttóku, tað var tað lægsta tal av luttakaralondum síðan 2004. Pallurin, ið var bygdur at 120 terning-formaðum modulum við projektsjónsfoliu, var 35 metrar breiður og 20 metrar høgur við catwalks, ið strektu seg 16 metrar út í rúmið. Aftanfyri pallin stóð ein 100 metrar langur og 13 metrar høgur veggur av ljósi og LED. Pallgólvið hevði eina 13 x 13 metra interaktiva LED-flatu, ið allan vegin runt hevði eitt kar av 40m3 vatni. Vertirnir vóru Lise Rønne, Pilou Asbæk og Nikolaj Koppel, og harvið var tað fyrstu ferð í søguni, at Eurovision hevði tríggir vertir, sum vóru tveir menn og ein kvinna. Vinnarin av kappingini gjørdist Eysturríki við 290 stigum, síðan komu Niðurlond við 238 stigum og Svøríki gjørdist nummar trý við 218 stigum. Lond sum tóku seg úr kappingini. Londini ið hava tikið seg úr kappingini hava øll havt búskaparligir trupulleikar at stríðast við, og tað var høvuðsorsøkin til at hesi londini ikki luttaka í 2014. Hálvfinala 1. Danmark, Frakland og Spania atkvøddu í fyrru hálvfinaluni. Hálvfinala 2. Italia, Stórabretland og Týskland atkvøddu í seinnu hálvfinaluni. Trúarfrælsi. Trúarfrælsi er frælsi at dyrka tann átrúnað ein sjálvur vil. Hetta merkir, at fólk hava rætt at trúgva tað teimum lystir. Øllum er eis­ini frítt at skifta átrúnað ella sannføring. Vit hava trúarfrælsi í Føroyum; lógin tilskilar øllum í Føroyum rætt til at finna trúgv sína í tilbiðing, gudstænastu, halgisiðum ella frá­ læru. Flestu føroyingar eru í fólkakirkjuni, tó at grundlógin úr 1849 tryggjaði trúarfrælsi. SDWG. SDWG (stytting fyri Sustainable Development Working Group; Arbeiðsbólkurin fyri burðardygga menning) er arbeiðsbólkur undir Arktiska Ráðnum. SDWG varð stovnaður á fyrsta ráðharrafundinum í Arktiska Ráðnum, sum var í 1998. Skrivstovan hjá SDWG er í Kanada. Endamálið við SDWG er á burðardyggan hátt at verja og styrkja búskaparligu støðuna, mentanina og heilsuna hjá íbúgvunum í Arktis. Samstarvið um burðardygga menning í Arktiska Ráðnum er fyrst og fremst bygt upp um einstakar verkætlanir, ið tey ymsu limalondini fremja í samstarvi við minst tvey onnur limalond. Frá fyrstan tíð hevur USA sett seg ímóti at orða eina almenna strategiska ætlan fyri burðardyggari menning í Arktis, m.a. tí at USA framvegis noktar at viðgera burðardygga gagnnýtslu av havsúgdjórum í arktiska samstarvinum. Tískil er uppgávan hjá SDWG framvegis fyrst og fremst at viðgera og eisini góðkenna einstakar verkætlanir og støðulýsingar um ymisk viðurskifti, heldur enn at menna eina felags støðu og rødd viðv. burðardyggari menning í Arktis. Umboð fyri Uttanríkisráðið luttók á fundi í SDWG í mars 2010. Hetta var fyrstu ferð, Føroyar vóru umboðaðar á fundi í SDWG síðan 2007. Danmark luttekur ikki í arbeiðinum í SDWG. Grønland og Føroyar samskipa síni sjónarmið, og Grønland hevur leiðsluna í sendinevndini. Millum mest umrøddu frágreiðingarnar, sum SDWG hevur samskipað, er Arctic Human Development Report, sum er ein støðulýsing av liviumstøðunum hjá íbúgvunum í arktiska økinum, við atliti at heilsustøðu, mentan, búskap, samfelag, útbúgving, v.m. SDWG setti, við støði í tilmælunum í hesi støðulýsing, verkætlanina ASI (Arctic Social Indicators) í verk. Verkætlanin hevur til endamáls at finna fram til vísitøl, ið kunnu lýsa liviumstøðurnar hjá íbúgvunum í arktiska økinum til dømis í mun til fíggjarstøðu, heilsustøðu og hvørjar møguleikar fólk hava at ávirka teirra egna lív. Ein frágreiðing við tilmælum um, hvørji vísitøl vóru mett at vera best egnaði, varð gjørd í 2009. AMAP. AMAP (stytting fyri Arctic Monitoring and Assessment Programme) varð stovnað samstundis sum AEPS ("Arctic Environmental Protection Strategy") í 1991. AMAP hevur skrivstovu í Oslo. AMAP er ein virkin arbeiðsbólkur við fleiri serfrøðingabólkum, sum eru mannaðir við limum úr øllum ella flestu limalondunum. AMAP arbeiðir serliga við at skapa samanberiligar lýsingar av útbreiðsluni av umhvørviseitrandi evnum í arktisku náttúruni og hvørji árin umhvørvisdálkingin hevur á fólkaheilsuna hjá íbúgvunum í arktiska økinum. Úrslitini av kanningunum verða nýtt í støðismetingum av umhvørvinum í Arktis. Niðurstøðurnar í støðismetingunum hava havt týðandi lut í altjóða høpi til dømis í ST-sáttmálanum fyri seint niðurbrótilig lívrunnin mannagjørd evni (á enskum "Persistant Organic Pollutants"). Eisini hava støðismetingarnar hjá AMAP virkað sum fyrimynd fyri støðismetingar av dálkandi evnum í øðrum altjóða samstarvi, t.d. hevur UNEP ("United Nations Environment Programme") nýtt partar av støðismetingini hjá AMAP um kyksilvur í síni meting av heimsumfatandi kyksilvurútbreiðsluni. Umframt umhvørvisdálking arbeiðir AMAP eisini við at samskipa kanningar og lýsingar av veðurlagsbroytingum í Arktis. Veðurlagssfrágreiðingin "Arctic Climate Impact Assessment", sum AMAP gav út saman við arbeiðsbólkinum CAFF í 2004, er millum tær mest umrøddu frágreiðingarnar, sum eru gjørdar í Arktiska Ráðnum. Talan er um eina altjóða støðufrágreiðing um veðurlagsbroytingar og árin teirra í Arktis. Frágreiðingin verður mett at hava havt sama týdning fyri Arktis, sum nógv umrøddu frágreiðingarnar hjá serfrøðinganevndini hjá ST á veðurlagsøkinum IPCC ("Intergovernmental Panel on Climate Change") hava havt í heimshøpi. Umboð fyri Umhvørvisstovuna luttaka, tá tíð og fígging loyvir tí, sum partur av donsku sendinevndini á stýrisfundum í AMAP-arbeiðsbólkinum. Á hesum fundum verður yvirskipaða virksemið og virkisætlaninar fyri arbeiðsbólkin fastlagdar. Harafturat luttaka føroyskir granskarar í ymsum serfrøðingabólkum undir AMAP. Umhvørvisstovan luttekur í serfrøðingabólkunum fyri kyksilvur/tungmetal og seint niðurbrótiligum lívrunnum mannagjørdum evnum. Síðan 1997 hava Føroyar luttikið í kanningum, sum fevna um innihald av tungmetallum og POP í sýnum úr føroysku náttúruni. Kanningarnar verða í stóran mun gjørdar av somu sløgum av sýnum sum í hinum arktisku londunum, soleiðis at samanberingar tvørtur um landamørk eru gjørligar. Harumframt verða djórasløg, sum hava serligan áhuga í Føroyum, eisini kannað. Úrslitini av kanningunum geva eina mynd av dálkingini í føroyska umhvørvinum og kunnu nýtast til samanberingar við støðuna aðrastaðni. Harafturat kunnu kanningarnar geva ábendingar um, hvussu dálkingin broytist við tíðini. Kanningarnar verða gjørdar sum partur av umhvørviseftiransingini, sum granskingardeildin á Umhvørvisstovuni stendur fyri, við fíggjarligum stuðli frá DANCEA-grunninum, sum danska Miljøstyrelsen umsitur. Harafturat hevur umboð fyri Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í Sjúkrahúsverk Føroya síðan fyrstu helvt av nítiárunum luttikið í serfrøðingabólkinum fyri fólkaheilsu. Umboð fyri Havstovuna luttekur í veðurlagsbólkinum og læt í hesum sambandi tilfar til m.a. ACIA-frágreiðingina. Umboð fyri náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum luttekur í serfrøðingabólkinum fyri geislavirkin evni, sum ger støðismetingar í Arktis í mun til geislavirkna dálking. Te. Ein koppur av te. Te er serstakur drykkur traktaður av turkaðum tebløðum. Te er ein drykkur, sum er gjørdur av te-plantuni. Te-planturnar koma upprunaliga úr Eystur- og Suðurásia. Har hava tey drukkið te líka síðan 1000 ár fyri Krist. Orsaka av leskiliga smakkinum og grøðandi eginleikunum, varð te úflutt til Evropa og nógvar aðrar heimspartar. Í Stóra Bretlandi, sum er kent fyri sínar millummála te-tíðir, gjørdist te'ið vanligt fyrst í 19. øld. Tað finnast nógv ymisk sløg av te; summi av hesum eru t.d. svart, grønt, oolong, hvítt, urta, krydd og rooibos te. Svart te, t.d. Typhoo- og Tetley-te, er tað, vit vanliga finna í handlunum í Føroyum. Dømi eru Earl Grey og English Breakfast te. Herbal-te er eisini væl umtókt fyri tann sterka fruktsmakk, til dømis sitrón-, fersku- og jarðberjasmakk. Í Herbal-te'i er einki koffein í. Í USA er tað sera væl umtókt at drekka kalt te: íste. Grønt te frá Bláu fjøllunum í Kina hevur í 1000 ár verðið brúkt í tí kinesiska heiminum sum ein nattúrlig viðgerð fyri at betra heilsuna, gera húðina sunna og at geva eyka orku. Jarðber. Jarðber ella urtagarðsjarðber (frøðiheiti "Fragaria × ananassa") er ber í slektini Fragaria. Eitt jarðber er nógvar smáar fruktir, sum vaksa saman. Jarðber er tí nógvar smáar fruktir, sum sita á trútnaðum blómubotni. Fruktin er nøt. Jarðberjaplantan hevur nógvar sáðberar og nógvar sáðgongir. Seks vikur eftir, at plantan er sáað, fara jarðberini at búnast. Tá ið berini síðan eru búgvin, kanst tú heysta í seks vikur. Best verða berini, tá ið summarið er gott. Eisini er gott, at heystið árið fyri er gott, tí at blómuknapparnir vórðu til árið fyri, tá ið dagarnir aftur fóru at styttast. Besta tíð at planta jarðberjaplantu er á miðjum sumri. Men plantan fruktar ikki fyrr enn árið eftir. Jarðberini í Føroyum skulu vera tíðliga búgvin, tí okkara summar er stutt. Tvey sløg eru vanlig: berini ljósareyð og søt. Tey vaksa skjótari. Ella berini dimmareyð og súrlig og vaksa seinni. Jarðberjaplantan stendur í fleiri ár. Plantan hevur jarðlegg, sum liggur í moldini, og úr jarðlegginum vaksa røtur. Jarðleggurin breiðir seg nógv. Oman á jørðini vaksa sprotar. Teir liggja fram eftir jørðini, og røtur koma á teir. Síðan slitna petti av legginum frá og verða nýggjar plantur. 190-árini. Øldir: 1. øld - 2. øld - 3. øld Áratíggju: 140-árini 150-árini 160-árini 170-árini 180-árini - 190-árini - 200-árini 210-árini 220-árini 230-árini 240-árini Ár: 190 191 192 193 194 195 196 197 198 199 180-árini. Øldir: 1. øld - 2. øld - 3. øld Áratíggju: 130-árini 140-árini 150-árini 160-árini 170-árini - 180-árini - 190-árini 200-árini 210-árini 220-árini 230-árini Ár: 180 181 182 183 184 185 186 187 188 189 Melodifestivalen. Melodifestivalen er ein afturvendandi svensk tónleikakapping, sum Sveriges Television skipar fyri. Vinnarin av kappingini gerst umboð Svøríkis til tað evropeisku tónleikakappingina Eurovision Song Contest (ESC). Síðan 1959 er artisturin og íkastið hjá Svøríki valt út í einari tjóðarfinalu, uttan árini 1964, 1970 og 1976. Hesi trý árini luttók Svøríki ikki av ymiskum orsøkum. Síðan 1967 hevur tjóðarfinalan í Svøríki havt heitið Melodifestival, sum í 2001 varð broytt til Melodifestivalen. Sjónvarpssendingin er ein av teimum mest sæddu í Svøríki. Metið fyri hyggjaratølum var sett í 2006, tá ið 4.242.000 fólk hugdu. Innan Eurovision Song Contest hoyrir Svøríki til tey lond, ið hava havt størstan framburð við fimm vinnarum, einum øðrumplássi og fimm triðjaplássum. Umframt tað er Svøríki eisini enda á aftasta plássi tvær ferðir, og harafturat hevur Svøríki einaferð mist eitt finalupláss gjøgnum kvalifiseringsrunduna. Svøríki er eisini eitt av teimum londunum, ið hava kappast flest ár í ESC. Söngvakeppnin. Söngvakeppnin (fyrr kent sum Söngvakeppni Sjónvarpsins) er ein afturvendandi árlig sangkapping í Íslandi, sum Ríkisútvarpið (RÚV) skipar fyri. Vinnarin umboðar Ísland í Eurovision Song Contest. Føroyingurin Jógvan Hansen hevur fleiri ferðir luttikið í kappingini, men hevur higartil ikki vunnið hana. Norsk Melodi Grand Prix. Melodi Grand Prix er ein tónleikakapping í Noregi, ið hevur verið fyriskipað av Norsk Rikskringkasting (NRK) nærum hvørt ár síðan 1960. Vinnarin umboðar Noreg í Eurovision Song Contest. Danska kappingin av sama slag hevur sama heiti sum tann norska, svenska kappingin nevnist Melodifestivalen. Bestu plaseringar í Eurovision Song Contest. Norra hevur tríggjar ferðir vunnið Eurovision Song Contest, einaferð verið á øðrum plássi, einaferð á triðjaplássi, tríggjar ferðir á fjórðaplássi og tríggjar ferðir á fimtaplássi. 170-árini. Øldir: 1. øld - 2. øld - 3. øld Áratíggju: 120-árini 130-árini 140-árini 150-árini 160-árini - 170-árini - 180-árini 190-árini 200-árini 210-árini 220-árini Ár: 170 171 172 173 174 175 176 177 178 179 160-árini. Øldir: 1. øld - 2. øld - 3. øld Áratíggju: 110-árini 120-árini 130-árini 140-árini 150-árini - 160-árini - 170-árini 180-árini 190-árini 200-árini 210-árini Ár: 160 161 162 163 164 165 166 167 168 169 Bodil virðislønin. Elsta filmsvirðislønin í Danmark er Bodil virðislønin, sum verður handað av Danske Filmkritikere. Virðislønin er uppkallað eftir tveimum av teimum stóru donsku sjónleikarinnunum, Bodil Ipsen og Bodil Kjer, og varð handað fyrstu ferð hin 29. apríl 1948. Harumframt verður ein fotografvirðisløn latin og ein Serstøk-Bodil fyri ársins størstu innsatsir og ein Heiðurs-Bodil til ein ella fleiri persónar, ið gjøgnum árini hevur markerað seg á ein týðandi hátt. Bodil virðislønin fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin. Bodil virðislønin fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin er ein av Bodil virðislønunum, ið er ein donsk filmsvirðisløn, ið verður latin sjónleikarum og øðrum innan danskir filmar. "Filmmedarbejderforeningen" í Danmark handar virðislønina, ið var sett á stovn í 1948. Nevndin, ið stendur fyri handanini, kann velja at lata vera við at handa prísin, um hon ikki finnur fram til nakra sjónleikarinnu tað árið, ið tey halda er verd at geva virðislønina til. Skørping. Skørping er ein býur í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 2.872 fólk (2014). Rebild. Rebild National Park ella bara Rebild Bakker. Rebild er ein býur í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 607 fólk (2014). Býurin liggur mitt í Himmerland og er partur av Rebild kommunu. Hadsund Kirkja. Hadsund Kirkja er fólkakirkjan í Hadsund Sókn í Mariagerfjord Kommunu. Hon er teknað av arkitektinum C.A. Wiinholt úr Viborg og varð bygt í 1898. Talan er um eina krosskirkju, sum er bygt av reyðum tigulsteinum og hevur svart skifertak. Vesturgermansk mál. Vesturgermansku málini eru ein grein av germansku málfamiljuni. Tey vesturgermansku málini er tann størsta greinin av teimum trimum greinunum, ið man plagar at býta tað germansku málfamiljuna sundur í. Tey vesturgermansku málini eru eitt nú enskt, frísiskt, niðurlendskt, afrikaans, týskt og jiddiskt. Hinar báðar greinarnar av germanskum málum eru Norðurgermansku málini og tey Eysturgermansku málini, síðstnevnda er nú útdeytt, tað var eitt nú gotiskt mál. Tey Norðurgermansku málini eru tey norðurlendsku málini, tvs. danskt, norskt, svenskt, føroyskt og íslendskt. Finskt, sámiskt og grønlenskt verða eisini tosað í Norðurlondum, men hoyra ikki til tað germansku málfamiljuna. Kanadiskt enskt mál. Kanadiskt enskt (á enskum: "Canadian English") er eitt málføri av enskum, ið verður tosað í Kanada. Slavisk mál. Slavisku málini eru ein høvuðsgrein av indo-evropeisku málfamiljuni. Størstu slavisku málini eru russiskt, pólskt og ukrainskt. Hygg eisini at. * Mahatma Gandhi. Mohandas Karamchand Gandhi (2. oktober 1869 – 30. januar 1948) varð føddur í Porbandar í India tólv ár eftir sepoyara­uppreisturin, og átta ár áðrenn Viktoria drotning fekk heitið keisarinna av India. Eyknevni hansara Mahatma merkir "stórur andi". Nítjan ára gamal fór hann at lesa løgfrøði í London, og var hann tá longu giftur og átti eitt barn. Sum advokatur átók hann sær eina uppgávu fyri ein indiskan keypmann í Suðurafrika, og var hann verðandi í landinum í einogtjúgu ár. Mangir av tilflytarunum í Suðurafrika vóru indarar. Teir arb­eiddu hart, men so sum so var við rættindum teirra í tí rasu-sundur­býtta Suðurafrika, og tað setti Gandhi sær fyri at gera nakað við. Hann hevði, sum var, eitt lønandi advokat­virki, men eftirsum hann vágaði sær at leggja eftir ymsu rasulógunum, var hann fleiri ferðir koyrdur í fongsul. Tað var í hesum árunum, at hann menti sín hátt at mótmæla friðarliga – mótstandarin skuldi "fáast at steðga við tolni og samkenslu". So líðandi kom eisini ígjøgnum ein lóg, sum gjørdi støðuna lættari fyri indararnar í Suðurafrika. Í 1915 vendi Gandhi aftur til heimlandið, og aftaná Fyrra heimskríggj byrjaði stríð hansara fyri einum sjálvstøðugum India. Partur av hesum stríði var millum annað ólýdnisátøk, boykott, til dømis av enskum tekstilvørum, og royndir at vekja handverksídnaðin til lívs í indisku býunum, sum so á sín hátt kundi vera við at virka móti fátæktini. Tað sigst, at Gandhi sjálvur spann 100 metrar av tráði hvønn dag. Eitt ólýdnisátak vendi sær móti saltskattinum, eftirsum salt var ein neyðsynjarvøra sjálvt hjá teimum allar fátækastu. Hann fyriskipaði ta sonevndu saltgonguna, eina gongu upp á einar 400 kilometrar út til strondina, har indarar sjálvir fóru at framleiða salt úr sjógvi. Herurin legði uppí, og Gandhi var koyrdur í fongsul. Men indarar høvdu tikið ikki­harðskaps háttin til sín og gjørdu ikki mótstøðu. Eitt annað Gandhi brúkti at leggja trýst á bretar við var at fasta, matstreika. Hann fastaði stutt og greitt, til teir góvust. Gandhi fór enntá í holtur við at berjast móti órættinum indarara framdu sínámíllum, og royndi við tí at betra korini hjá teimum kastuleysu. Hann vildi vera við, at tú mást seta teg upp ímóti tílíkum, ið gongur móti "viti og skili og tínari hjartans meining". Eftir Seinna heimskríggj var tíðin búgvin hjá Stóra Bretlandi at lata India fáa sína loysing. Tann 15. august 1947 varð bretska flaggið tikið niður á India House, háborg eingilskmanna, og tað indiska varð vundið húnarhátt í staðin. Gandhi hevði tá virkað fyri hesum máli við serligu framferðarhættum sínum í nærum fjórðings øld. Beinanvegin aftaná hetta tók mikil ófriður seg upp millum ymisku fólkabólkarnar, hinduar, sikhar og muslimar, har hópin av fólki flýggjaðu og nógv fólk doyðu. Gandhi vitjaði flóttafólkalegur, fastaði og bað. Men eftirsum hann ikki eintýðugt stuðlaði áhuga­ málunum hinduara, fekk hann nú eisini fíggindar millum lands­menn sinar. Tann 30. januar 1948 varð Gandhi skotin til deyðis av einum hinduistiskum manni um 30 ára aldur. Ognirnar, Gandhi legði eftir seg, vóru einar træsandalur, eitt bíligt nikkul­ur, brillur, ein skál, ein skeið og ein sangbók. Slovenska stavraðið. Slovenska stavraðið er bygt á latínska stavraðið við nøkrum eyka bókstavum við teknum. Tað verður nýtt til at skriva slovenska málið. Norðurlendsk mál. Norðurlendsku (norðurgermansku) málini eru ein grein av germansku málfamiljuni. Tey norðurgermansku málini eru danskt, norskt, svenskt, føroyskt og íslendskt. Finskt, sámiskt og grønlenskt verða eisini tosað í Norðurlondum, men hoyra ikki til tað germansku málfamiljuna. * Hvítabjørn. Hvítabjørn (latínskt: "ursus maritimus") er stórt loðið ránsdjór av bjarnarætt. Hvítabjørn heldur til í Arktis. Skinnið er ógvuliga tætt og oljut, og undir húðini er eitt tjúkt lag av fiti. 30 kuldastig passar hvítabjørnini allarbest. Og hóast tað frystir 40 stig, frystir hon ikki. Og tað ger hon heldur ikki, tá ið hon svimur í tí kalda sjónum. Inntil fyrst í 1970­unum var loyvt at skjóta hvítabjørn. Men tá var talið av bjarnum so lítið at avgjørt varð at friða hana fyri vinnu­ ligari veiðu. Fyrstu 10­-15 árini eftir friðingina vaks talið av bjarnum nógv, men eftir tað hevur stovnurin næstan staðið í stað. Í dag eru bara einar 20.000 hvítabjarnir til. Hvítabjørn er ránsdýr, sum drepur onnur dýr. Hon er eisini vandamikil fyri fólk. Hvítabjarnir drepa millum fimm og tíggju fólk hvørt ár. Frej Larsson. Frej Robin Larsson (føddur 9. september 1983) er ein svenskur tónleikari og rappari. Hann er kendur frá bólkunum Maskinen og Slagsmålsklubben. Ebba Jungmark. Ebba Anna Jungmarkt (fødd 10. mars 1987 í Onsala) er ein svensk ítróttakvinna, sum íðkar frælsan ítrótt. Hon hevur serliga gjørt seg galdandi innan hæddarlop. Hon vann bronsu í innandura EM 2011 og silvur í somu kapping í 2012. Í 2013 vann silvur í hæddarlopi á innandura HM í Frælsum ítrótti. Skógarbjørn. Skógarbjørn (latínskt: "ursus arctos") er stórt loðið ránsdjór av bjarnarætt. Vesturslavisk mál. Vesturslavisku málini eru ein grein av slavisku málfamiljuni. Størstu vesturslavisku málini eru pólskt, kekkiskt og slovakiskt. Pirahã mál. Pirahã (eisini "Pirahá") er eitt av indiánaramálunum í Amazonas í Brasil. Í 19. øld vóru tað umleið 30.000 til 60.000 fólk ið tosaðu málið, men í dag eru tað bert umleið 250-380 fólk, ið tosa Pirahã, tey búgva fram við Maici-ánni, sum er ein á ið rennur saman við Amazon-ánni. Pirahã málið er tað einasta málføri (dialektin) av mura-málunum, ið enn livir, hini málførini eru útdeyð. Mál í Føroyum. Føroyskt og danskt eru almenn mál í Føroyum. Móðurmálið er føroyskt, sprottið úr forna norrøna málinum. Føroyskt líkist mest íslendskum og nøkrum dialektum av norskum, tó er føroyskt vorið ávirkað nógv av donskum. Tað at Føroyar liggja so langt burtur frá umheiminum hevur hjálpt føroyska málinum at vera verandi eitt sera sermerkt tungumál. Í barnaskúlanum er undirvísing í málunum føroyskum, donskum og enskum kravd. Føroyingar flestir skilja hini norðurlandamálini, bæði skrivliga og munnliga. Keldur. * Hanna Hedlund. Hanna Kristina Hedlund (fødd 24. januar 1975 í Kilafors) er ein svensk songkvinna. Hon luttók í tí svenska Melodifestivalen í 2000 við sanginum "Anropar försvunnen", sum endaði á einum 8. plássi.Tvey ár seinni, í 2002, luttók hon saman við systir síni, Lina, við sanginum Big Time Party, tær komu í finaluna og endaðu á einum 9. plássi. Í 2007 var hon dómari í undirhaldssendingini "Talang 2007" í svenska TV4, saman við Tobbe Blom og Bert Karlsson. Hon var við í 6 sesongum av "Mimmi och Mojje". Í 2008 var hon programmleiðari fyri "Singing Bee" í TV3 og innspældi sína fyrstu fløgu. Í 2008/2009 luttók hon í aðru sesong av Körslaget hjá TV4 við Team Bollnäs, og tey vunnu. Hedlund luttók í Melodifestivalen 2013 sum partur av tí nýstovnaða tónleikabólkinum Swedish House Wives saman við Jenny Silver og Pernilla Wahlgren. Í øðrum parti av kappingini endaðu tær á 6. plássi við sanginum On Top of the World. Joensen. Joensen er mest vanliga føroyska eftirnavnið. Tað er sett saman av "Joen", sum er danski formurin av føroyska mannfólkanavninum "Jógvan", og "sen", sum er ein gamal danskur formur fyri "sonur". Føroyingar fingu ikki loyvi til at geva børnum sínum føroysk nøvn fyrr í tíðini. Føroyski formurin av eftirnavninum Joensen er Jógvansson. Í 2015 vóru tað 2.365 fólk í Føroyum við eftirnavninum Joensen, í 2001 var hetta talið 2.631. Eftirnøvn í Føroyum. Eftirnøvn í Føroyum eru í flestum førum á donskum máli. Tað er í nýggjari tíð, at summir føroyingar hava fingið sær føroysk eftirnøvn, summi hava keypt sær eftirnøvn, sum kunnu vera staðarnøvn, onnur hava tikið eftirnavn eftir fornavninum á pápanum ella mammuni og so -son ella -dóttir afturat, meðan onnur hava føroyska danska -sen eftirnavn teirra, men hesi eftirnøvn síggjast ikki aftur á listanum yvir 52 tey vanligastu eftirnøvnini í Føroyum. Søga. Føroysk nøvn vórðu skrivað á donskum í kirkjubókunum. Kortini hava tey ikki verið brúkt nógv millum manna. Til dømis varð Kvívíks-Jógvan skrivaður sum Joen Danielsen, men millum manna varð róptur Kvívíks-Jógvan. Somuleiðis var Jóan Petur uppi í Trøð skrivaður sum Joen Peter Gregoriussen. Konufólkið var leingi givið rætt eftirnavn eftir kyni, tað er -dóttir (-datter í kirkjubókunum) í staðin fyri -son (-sen), men seinni gjørdust efitrnøvnini arvalig og tí fingu tey -sen eftirnøvn eins og tey eru í dag. Tá ið danir spakuliga broyttu eftirnavnasið við m.a. ávirkan úr Týsklandi, gjørdust hesi nøvn arvalig og vórðu skrivað sum -sen, og føroyingar fylgdu við, tí kirkjan og prestar var danskir. Ofta vóru fleiri ymisk føroysk nøvn skrivað eins á donskum. Til dømis Jóansdóttir/Jóansson og Jógvansdóttir/Jógvansson vórðu til Joensen, meðan Andras og Dia (góðvaranavn fyri Andrias) vórðu til Andreasen ella Andersen til dømis. Onnur vanlig føroysk eftirnøvn eru í -stovu, onnur bústaðarnøvn og staðarnøvn. Ofta eru staðarnøvnini á donskum, men eru sum oftast donsk heiti fyri føroysk støð. Til dømis er Arge danska navnið fyri Argir. Millum annað var Nólsoyar Páll skrivaður sum "Poul" Poulsen "Nolsøe". Nólsoyar Páll æt Poulsen, tí hann var sonur Páls faðirs síns við sama navnið. Á føroyskum hevði hann itið Pálsson og hann hevði ikki kunnað givið eftirnavnið víðari, tí faðirs- og móðursnøvn ikki kunnu arvast eins og -sen og onnur eftirnøvn. -sen nøvnini í Noregi og Danmark og -son nøvnini í Svøríki stava annars frá sama eftirnavnasiði, sum var varðveittur í Íslandi og tikin uppaftur í Føroyum. Tey vanligastu eftirnøvnini í Føroyum. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir 52 av teimum vanligastu eftirnøvnunum í Føroyum árið 2019. Sum sæst eru 33 av teimum 52 eftirnøvn ið enda við -"sen", ið er ein gamal danskur formur fyri "son" ella "sonur". Eftirnavnið Djurhuus sum er 10. mest vanliga eftirnavnið í Føroyum kemur úr Knæverhede í Sæby í Norðurjyllandi í Danmark. Øll ið eita Djurhuus til eftirnavn eru eftirkomarar av einum donskum presti og konu hansara, Christen Jensen Djurhuus (1708 - 1775), ið fluttu til Føroya í 18. øld. Hann var prestur á Nesi í Eysturoynni frá 3. august 1742. 150-árini. Øldir: 1. øld - 2. øld - 3. øld Áratíggju: 100-árini 110-árini 120-árini 130-árini 140-árini - 150-árini - 160-árini 170-árini 180-árini 190-árini 200-árini Ár: 150 151 152 153 154 155 156 157 158 159 Hansen. Hansen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er mest vanliga norska eftirnavnið, trið vanligasta danska eftirnavnið, og næstvanligasta eftirnavnið í Føroyum. Navnið merkir sonur Hans. Jacobsen. Jacobsen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er trið vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Navnið merkir sonur Jacobs. Í Føroyum varð navnið Jákupsson skrivað sum Jacobsen av donskum prestum. Højgaard. Højgaard er 17. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Satō. Satō (佐藤) er mest vanliga eftirnavnið í Japan. Http. HTTP ella HyperText Transfer Protocol er ein samskiftisháttur (protokol), som vanliga verður brúktur til samskiftið á internetinum. Alt sum verður sent við hesi protokoll verður sent um internetið sum "klár tekst". T.v.s. at samskiftið er ikki dult (krypterað) og kann tí lesast. Ásetingar fyri hesa protokol verður umsitin av W3C (World Wide Web Consortium) HTTP kann virka dult yvir eitt SSL-samband (Https).__INDEX__ Papiamento. Papiamento ella Papiamentu er alment mál í Aruba, Curaçao og Karibisku Niðurlondini (Bonaire). Https. Https ein kryptera útgáva av http. Alt samskiftið, ið verður sent við hesi protokoll er dult (krypterað). T.v.s. at samskiftið kann ikki lesast av øðrum enn sendara og mótakara. Ásetingar fyri hesa protokol verður umsitin av W3C (World Wide Web Consortium) Https verður vanliga brúkt í samband við gjald yvir internetið t.d. við netbanka. Hetta trygga samskiftið verður vanliga frámerk við einum heingilási framman fyri heimasíðubústaðin (URL'in).__INDEX__ 2015. 2015 (MMXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum hósdegi. Árið er nummar 2015 eftir kristi føðing, fimtanda árið í triðja ártúsund, fimtanda árið í 21. øld, og 6 árið í 2010-árunum. Djurhuus. Djurhuus er 13. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Øll, ið eita Djurhuus til eftirnavn, eru eftirkomarar av danska prestinum, Christen Jensen Djurhuus (1708 - 1775), ið var ættaður úr Knæverhede í Sæby í Norðurjyllandi. Hann flutti til Føroya í 18. øld. Hann var prestur á Nesi í Eysturoynni frá 3. august 1742. Abbasonur hansara var kvæðaskaldið Jens Christian Djurhuus (1773-1853), eisini nevndur Sjóvarbóndin. Olsen. Olsen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er 4. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. 2016. 2016 (MMXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt skotár, ið byjaði á einum fríggjadegi. 2017. 2017 (MMXVII) var eitt vanligt ár, ið byrjaði á sunnudegi eftir tí gregorianska kalendaranum, ár 2017 eftir Kristi føðing, 17. ár í triðja ártúsund, 17. ár í 21. øld, og 8. ár í 2010-árunum. 2018. 2018 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. Tað var ár 2018 eftir Kristi føðing, ár 18 í triðja ártúsund, ár 18 í 21, øld og ár 9 í 2010-árunum. 2019. 2019 (MMXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum týsdegi. Árið er nummar 2019 eftir kristi føðing, ár 19 í triðja ártúsund, ár 19 í 21. øld, og tíggjunda og síðsta ár í 2010-árunum. 2019 er valt sum ár periodisku skipaninar av Sameindu Tjóðum, í sambandi við at 150 ár er síðani skipanin varð skapt av Dmitri Mendeleev í 1869. 2020. 2020 (MMXX) er sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum mikudegi. Árið er nummar 2020 eftir kristi føðing, ár 20 í triðja ártúsund, ár 20 í 21. øld, og fyrsta ár í 2020-árunum. 2021. 2021 (MMXXI) er sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum fríggjadegi. 2022. 2022 (MMXXII) verður sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið fer at byrja á einum leygardegi. 2023. 2023 (MMXXIII) verður sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið fer at byrja á einum sunnudegi. 2024. 2024 (MMXXIV) verður sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið fer at byrja á einum 2025. 2025 (MMXXV) verður sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið fer at byrja á einum mikudegi. 140-árini. Øldir: 1. øld - 2. øld - 3. øld Áratíggju: 90-árini 100-árini 110-árini 120-árini 130-árini - 140-árini - 150-árini 160-árini 170-árini 180-árini 190-árini Ár: 140 141 142 143 144 145 146 147 148 149 130-árini. Øldir: 1. øld - 2. øld - 3. øld Áratíggju: 80-árini 90-árini 100-árini 110-árini 120-árini - 130-árini - 140-árini 150-árini 160-árini 170-árini 180-árini Ár: 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 Poulsen. Poulsen er eitt norðurlendskt eftitrnavn, tað er 5. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Eftirnavnið merkir "Sonur Poul". Limburgiskt mál. Limburgiskt ("Limburgs") er eitt av vesturgermansku málunum. Limburgiskt verður fyrst og fremst tosað í Limburg í Niðurlondum, Belgia og Týsklandi. Herero mál. Herero ("Otjiherero") er eitt av bantumálunum. Herero verður tosað í Namibia, Botsvana og Angola. Tswana mál. Tswana ("Setswana") er eitt av bantumálunum. Tswana verður tosað í Botsvana, Suðurafrika, Simbabvi og Namibia av umleið 6,1 milliónum fólkum. Zulu mál. Zulu ("isiZulu") er eitt av bantumálunum. Zulu verður tosað í Suðurafrika, Simbabvi, Lesoto, Svasilandi, Malavi og Mosambik av umleið 10,4 milliónum fólkum. Xhosa mál. Xhosa ("isiXhosa") er eitt av bantumálunum. Xhosa verður tosað í Suðurafrika og Lesoto av umleið 7,6 milliónum fólkum. Tsonga mál. Tsonga ("Xitsonga") er eitt av bantumálunum. Tsonga verður tosað í Suðurafrika, Simbabvi, Svasilandi og Mosambik av umleið 3,7 milliónum fólkum. Venda mál. Venda ("Tshivenḓa") er eitt av bantumálunum. Venda verður tosað í Suðurafrika og Simbabvi av umleið 1,1 milliónum fólkum. 120-árini. Øldir: 1. øld - 2. øld - 3. øld Áratíggju: 70-árini 80-árini 90-árini 100-árini 110-árini - 120-árini - 130-árini 140-árini 150-árini 160-árini 170-árini Ár: 120 121 122 123 124 125 126 127 128 129 110-árini. Øldir: 1. øld - 2. øld - 3. øld Áratíggju: 60-árini 70-árini 80-árini 90-árini 100-árini - 110-árini - 120-árini 130-árini 140-árini 150-árini 160-árini Ár: 110 111 112 113 114 115 116 117 118 119 Giacomo Puccini. Giacomo Antonio Domenico Michele Secondo Maria Puccini (føddur 22. desember 1858, deyður 29. november 1924) var ein italskur tónasmiður, sum hevur komponerað fleiri kendar operaðir, sum t.d. "La Bohème", "Tosca", "Madama Butterfly" og "Turandot". Nakrar av arium hansara, eitt nú "O mio babbino caro" frá "Gianni Schicchi", "Che gelida manina" frá "La Bohème" og "Nessun dorma" frá "Turandot" eru blivnar sera vælumtóktar. !Kheis. !Kheis er ein kommuna í Northern Cape í Suðurafrika og hevur umleið 16 637 íbúgvar. Høvuðsbýir og bygdir. Fólkatalið er sambært fólkateljingini í Suðurafrika í 2001. Petersen. Petersen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er 6. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Eftirnavnið merkir "Sonur Peter". Føroyska mannfólkanavnið er Pætur ella Petur, men av tí at donsk navnalóggáva var galdandi í Føroyum, so er eftirnavnið tað danska Petersen. Um føroysk navnalóggáva var galdandi fyrr, so hevði eftirnavnið Petersen verið Pætursson, Petursson ella Patursson. Fleiri fólk, ið eru ættað úr Kirkjubø, eita ella itu Patursson til eftirnavn, nevnast kunnu t.d. Jóannes Patursson (1866-1946), Súsanna Helena Patursson (1864-1916) og Rói Patursson (føddur 1947). Í 2012 vóru tað 1 278 føroyingar í Føroyum, ið høvdu eftirnavnið Petersen, og 98, ið høvdu eftirnavnið Patursson. Føroya fyrsti kvinnuligi løgmaður var Marita Petersen. Fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu var Lisbeth L. Petersen. Kai !Garib. Kai !Garib í Northern Cape Kai !Garib er ein kommuna í Northern Cape í Suðurafrika og hevur umleið 65 869 íbúgvar. Tsantsabane. Tsantsabane er ein kommuna í Northern Cape í Suðurafrika og hevur umleið 35 093 íbúgvar. Kgatelopele. Kgatelopele er ein kommuna í Northern Cape í Suðurafrika og hevur umleið 18 687 íbúgvar. Sol Plaatje. Sol Plaatje í Northern Cape Sol Plaatje er ein kommuna í Northern Cape í Suðurafrika og hevur umleið 248 041 íbúgvar. Mier (Suðurafrika). Mier er ein kommuna í Northern Cape í Suðurafrika og hevur umleið 7 003 íbúgvar. Høvuðsbýir og bygdir. Aðrar bygdir í kommununi eru Bokspits, Brsdring, Andriesvale og Tweerivieren. Western Cape. Western Cape "(afrikaans: Wes-Kaap)" er ein landslutur í Suðurafrika. Western Cape hevur mark við Northern Cape og Eastern Cape. Cape Town er bæði høvuðsstaður og størsti býur í landslutinum. 49.7% av fólkunum tosa afrikaans. Theewaterskloof. Theewaterskloof er ein kommuna í Western Cape í Suðurafrika og hevur umleið 108 790 íbúgvar. Cederberg. Cederberg er ein kommuna í Western Cape í Suðurafrika og hevur umleið 49 768 íbúgvar. De Jong. De Jong er mest vanliga eftirnavnið í Niðurlondum, tað merkin "Hin Ungi". Í 2007 vóru tað 86.534 fólk í Niðurlondum við eftirnavninum De Jong. 100-árini. Øldir: 1. øld - 2. øld - 3. øld Áratíggju: 50-árini 60-árini 70-árini 80-árini 90-árini - 100-árini - 110-árini 120-árini 130-árini 140-árini 150-árini Ár: 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 Drakenstein. Drakenstein er ein kommuna í Western Cape í Suðurafrika. Sambært fólkateljingini í 2011 var fólkatalið í kommununi 251.262, sum búðu í 59.774 húsarhaldum. Av hesum fólkunum vóru tað 62.5% ið søgdu seg vera litaði ("Coloured"), 22.7% søgdu seg vera svartir afrikanarar ("Black African"), meðan 13.5% søgdu seg vera hvít ("White"). Móðurmálið hjá 75.0% av fólkunum er afrikaans, meðan 16.7% tosa Xhosa og 5.1% tosa enskt. Gamagara. Gamagara er ein kommuna í Northern Cape í Suðurafrika og hevur umleið 41 617 íbúgvar. Khâi-Ma. Khâi-Ma er ein kommuna í Northern Cape í Suðurafrika og hevur umleið 12 465 íbúgvar. Windhoek. Windhoek (/ˈvɪnt.hʊk/; týskt: "Windhuk"; khoekhoe: "ǀAiǁgams"; herero: "Otjomuise") er høvuðsstaður og størsti býur í Namibia. Windhoek hevur umleið 322.500 íbúgvar (2011). Renosterberg. Renosterberg er ein kommuna í Northern Cape í Suðurafrika og hevur umleið 10 978 íbúgvar. Otjozondjupa. Otjozondjupa er ein av teimum 14 regiónunum í Namibia og hevur umleið 142 400 íbúgvar. Otjiwarongo er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Otjozondjupa. Gabon. Lýðveldið Gabon (franskt: "République Gabonaise") er eitt land í Miðafrika. Gabon hevur mark við Ekvatorguinea, Kongo og Kamerun. Landið hevur uml. 1 640 286 íbúgvar. Báðumegin miðkring, har nógv avfall er alt árið, er Gabon; tríggir fjóðringar av landinum eru regnskógur. Mesta inntøkan í landinum er av oljuvinnuni, men skógarvinnan er eisini nógv vaksin í seinastuni. Nógva tilfeingið skuldi gjørt, at Gabon var ríkt land, so er ikki, og fólkið er fátækt. Høvuðsatvoldin er lutvíst, at tá ið Gabon fekk sjálvstýri í 1960, tók einflokkastjórn valdið. Stjórnin stýrdi illa og søplaði burtur peningin í landinum. Í 1990 fekk Gabon fólkaræðiliga stýrisskipan. Libreville er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Gabon. Libreville merkir á fronskum "frælsur býur", og býurin, ið nú er høvuðsstaður í Gabon, varð grundaður í 1849 sum frístaður hjá leyslatnum trælum. Fronsk ávirkan eyðkennir býin, tí at Gabon gjørdist franskt hjáland í 19. øld. Nú er Libreville lívligur, nýmótans stórbýur; har er nógv virksemi; men ovurstórur munur er á fátækum og ríkum. Makhuduthamaga. Makhuduthamaga er ein kommuna í Limpopo í Suðurafrika og hevur 274 358 íbúgvar (2011). Bela-Bela. Bela-Bela er ein kommuna í Limpopo í Suðurafrika og hevur umleið 66 500 íbúgvar. Revur. Revur er eitt ránsdjór av hundaætt. Sibiriskur tikari. Sibiriskur tikari (latínskt: "panthera tigris altaica") er stórt loðið ránsdjór av kettuættini. Kongsríki Danmarkar. thumbnail Kongsríki Danmarkar er Danmark verður saman við Grønlandi og Føroyum. Føroyar og Grønland eru í ríkisfelagsskapi við Danmørk. Ríkisfelagsskapur er ein felagsskapur av londum í einum ríki, lond við somu grundlóg. IUCN Reyðlistin. IUCN Reyðlistin frá 1994 við flokking (versjón 2.3), verður brúkt til sløg, ið ikki tað ikki er gjørd nøkur meting um síðan 2001. Reyðlistin hjá IUCN yvir hótt sløg (eisini kent sum IUCN's Reyðlisti eller Reyði Dátalistin) (stovnaður í 1963) er heimsins mest víðfevnandi uppgerð yvir tað globalu varveitingarstøðuna fyri tey lívfrøðiligu sløg jarðarinnar. IUCN (International Union for the Conservation of Nature) er høvuðsmyndugleikin í øllum evnum, ið viðvíkja varveitingarstøður. Harumframt útgeva fleiri ymiskar tjóðir og felagsskapir fleiri regionalar reyðlistar, ið meta um vandan fyri útdoyggjan fyri ymisk sløg innanfyri einari serstakari fyrisitingarligari eind. Í Føroyum gav Náttúrugripasavnið út: "Reyðlisti - Náttúrulýsing, lendi og sløg" í 2005, sum er ein frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum. Reyðlistaflokkingin. Leiðreglurnar fyri reyðlistaarbeiðið ið her er gjørt, gav IUCN út í 2001. Tær fatað um 9 bólkar (categories) harav 3 eru sonevndir hóttanarbólkar. Plantur og djór skulu lúka ávísar treytir (criteria) fyri at koma í ein ávísan bólk. IUCN mælir til, at somu styttingar verða nýttar fyri bæði bólkar og treytir í øllum londum. Styttingarnar í listanum niðanfyri eru tær ensku styttingarnar. Reyðlistastøða: versjón 3.1. Flokking og kriteruversjón og 3.1 varð tikin í nýtslu frá 2001. Fram til henda endurskoðanin kom, var versjón 2.3 galdandi. Vár. Um várið koma smálombini í Føroyum. Várið er ein av teimum 4 árstíðunum. Á norðaru hálvkúlu er várið frá várjavndøgum 20.-21. mars til 21.-22. juni. Í Norðurlondum er eisini vanligt at siga, at várið frá 1. mars til 31. mai. Í Føroyum er ikki so stórur munur á hitanum í teimum ymisku árstíðunum, men tað sæst stórur munur á ljósinum, dagarnir gerast longri og bøurin grønkast. Frá 1961 til 1990 var miðalhitin í Tórshavn 3,8 °C í mars, í apríl var hann 5,0 °C og í mai var hann 7,0 °C. Sama tíðarskeið og sama stað var avfallið 132 mm í mars, 88 mm í apríl og 70 mm í mai. Omaheke. Omaheke er ein av teimum 14 regiónunum í Namibia og hevur umleið 70 800 íbúgvar. Gobabis er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Omaheke. Togo. Lýðveldið Togo (franskt: "République Togolaise") er eitt land í Vesturafrika. Togo hevur mark við Benin, Gana og Burkina Faso. Landið hevur 7 154 237 íbúgvar (2013). Lomé er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Togo og liggur út til Guineavíkina har suðuri í landinum. Togo liggur innibygt ímillum Gana og Benin; landið var fyrr franskt hjáland og gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1960. Fólkið er blandað, og fleiri enn 30 fólkasløg eru í landinum. Fjølmentast eru ewefólkið fyri sunnan og dagomba fyri norðan. Fosfat - steinslag nýtt sum ráevni í handilstøðum - er helvtin av útflutningsinntøkunum í Togo. So eintáttað inntøkugrundarlag ger búskapin í landinum óstøðugan, tí at fosfatprísurin á heimsmarknaðinum er óstøðugur. Høvuðsstaðurin í Togo, Lomé, er týdningarmesti havnabýur í Vestur-Afrika. Hóast Togo er blóðfátækt land, er landið sjálvbjargið við mati. Um 75 % av fólkinum búgva á bygd og liva av landbúnaði. Tey dyrka mais, jamsrót, rís og maniok til egna nýtslu og kaffi, kakao og bummull at selja og flyta út. Nógv fólk við strendurnar livir av útróðri. Lo-Fi-Fnk. Lo-Fi-Fnk er ein svenskur electropop tónleikabólkur, sum varð stovnaður av Leonard Drougge og August Hellsing í 2001. Teir góvu eina EP út í 2002 við heitinum "We Is" og trý ár seinni, í februar 2005 kom EP'in "(...And the JFG?)", ið m.a. innihelt sangin Change Channel, ið gjørdist eitt radiohitt. Tann 24. apríl 2006 útgóvu teir fyrstu fløguna í fullari longd, henda nevndist "Boylife" og kom út í Svøríki. Hin 27. august 2006 kom hon út altjóða, og tað førdi til eina turne í Evropa, Asia og USA. Summar. Summarmynd tikin á Leynasandi í Føroyum í august 2004. Summar er tann parturin av árinum, har ið tann onnur hálvkúla jarðarinnar vendir móti sólini. Á norðaru hálvkúlu er hetta galdandi frá 21. ella 22. juni til 22. ella 23. september, meðan tað á syðru hálvkúlu er galdandi frá 21. ella 22. desember til 20. ella 21. mars. Tað er eisini vanligt at siga, at summarið er kalendaramánaðarnar juni, juli og august á norðaru hálvkúlu. Um summarið eru dagarnir langir og næturnar stuttar. Á norðaru hálvkúlu er tað soleiðis, at jú longri norður ein kemur, jú longri gerast dagarnir um summarið. Norðanfyri polarkringin síggja tey sólina á miðnátt, har fer hon als ikki niður. Av tí at sólin stendur hægri á himmalinum um summarið og er frammi í fleiri tímar enn aðrar árstíðir, so er tað eisini heitari um summarið enn tað er hinar árstíðirnar. Summarið er árstíðin ið er ímillum vár og heyst. 90-árini. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 40-árini 50-árini 60-árini 70-árini 80-árini - 90-árini - 100-árini 110-árini 120-árini 130-árini 140-árini Ár: 90 91 92 93 94 95 96 97 98 99 Heyst. Heystið er ein av teimum 4 árstíðunum. Á norðaru hálvkúlu er heystið frá 22. ella 23. september til 21. ella 22. desember. Suðurkinesiskur tikari. Suðurkinesiskur tikari (latínskt: "panthera tigris amoyensis") er stórt loðið ránsdjór av kettuættini. Bogotá. Bogotá er høvuðsstaður og størsti býur í Kolumbia. Bogotá hevur 7 674 366 íbúgvar (2013). Johannesen. Johannesen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er 7. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Eftirnavnið merkir "Sonur Johannes". Vanuatu. Vanuatu er eitt oyggjaland í Kyrrahavinum. Høvuðsstaðurin eitur Port Vila. Vanuatu liggur í Melanesia, einar 1750 km. eystur úr Avstralia. Vanuatu er vestan úr Fiji og norðan úr Nýkaledónia. Vanuatu gekk áður undir navninum Nýhebridurnar. Í Vanuatu - sum gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1980 - búgva góð 267.000 fólk. Talan er um eitt oyggjasamfelag við 85 oyggjum, har fólk býr á 65 teirra. Landaøkið er tilsamans góðar 4.700 ferkilometrar - á leið tríggjar ferðir størri enn Føroyar. Matthew- og Hunter oyggjarnar eru undir vanuatiskum yvirræði, men Nýkaledónia krevur eisini rættin yvir Matthew og Hunter. Í 2014 var fólkatalið 266,937. Fólkið, sum býr í Vanuatu, eitur melanesar (uml. 95 % av fólkinum). Almennu málini eru trý í tali: enskt, franskt og bislama. Bislama er eitt kreolmál grundað á enskt. Bislama er móðurmál hjá um 6200 fólkum, harav um 5000 í Vanuatu og um 1200 í Nýkaledónia. Til ár 2005 hava tað bara verið óbygdar oyggjar sum fóru undir í Indiska Havinum og Kyrrahavinum, av tí at havið veksur. Men í 2006 er Lohachara í Bengal farið undir við alla, har 10.000 fólk einaferð búðu, og aðrar oyggjar sum Vanuatu, Maldivurnar og Marshalloyggjarnar standa skjótt fyri skotum. Øki har eini 70.000 fólk búgva í løtuni. Orsøkin verður hildin at vera vakstrarhúsárin. Náttúruvanlukkur. Av tí at nógvar náttúruvanlukkar hava tikið stað tey seinastu árini í Vanuatu, hava umhvørvisvinarlig tiltøk verið sett í gongd. Jarðskjálvtar eru vanligir har á leið, og ofta hava teir gjørt stóran skaða. Í mars 2015 gjørdi ódnin Pam stóran skaða. Fríggjakvøldið 13. mars, lokala tíð, herjaði ódnin Pam oyggjalandið við aldoyðileggjandi hvirlum, sum vórðu máldar til 350 kilometrar um tíman. "Vit hava ment landið hesi seinastu árini, men henda melduródnin hevur oyðilagt infrakervið, sum vit hava bygt upp. Tað er lagt í oyði. Vit hava brúk fyri altjóða fígging fyri at byggja landið uppaftur", segði forsetin Baldwin Lonsdale. Fleiri av heimsins leiðarum hava lovað stuðul, og hernaðarflogfør úr Avstralia, Ný Sælandi og Fraklandi eru komin fram við mati, tjøldum, heilivági, generatorum og neyðhjálpararbeiðarum. Í høvuðsstaðnum, Port Vila, eru 90 prosent av íbúðunum sambært neyðhjálpararbeiðarum, oyðilagdar. Sambært fólkunum kann tað taka fleiri samdøgur, áðrenn hjálp er komin fram til allar 80 oyggjarnar í landinum, har fólk býr. Serliga eru tey bangin fyri oynni Tanna, sum liggur 200 kilometrar sunnan fyri Port Vila. Tað var her, at hvirlurnar vórðu harðast leygarnáttina 14. mars. Forsetin í oyggjalandinum, Baldwin Lonsdale, hevur heitt á umheimin um hjálp aftaná at ódnin Pam gjørdi storan skaða um stórar partar av oyggjasamfelagnum. Ein óvanliga hørð ódn, sin sukallað "supersyklon", hevur fullkomiliga oyðilagt stórar partar av oyggjasamfelagnum. Í høvuðsstaðnum eru níggju av tíggju húsunum í knúsi, sambært ST. Talið á deyðum er ikki kent, men 17. mars 2015 vóru minst 44 funnin deyð, men myndugleikarnir óttast at talið kemur at vaksa munandi. Forsetin í Vanuatu sigur, at neyðugt er við menningarhjálp frá heimssamfelagnum til at endurbyggja, eftir at oyggjatjóðin varð rakt og oyðiløgd av ógvusligastu ódnunini, sum nakrantíð er skrásett. Hernaðarflogfør frá Australia, USA og Ný Sælandi hava flogið vatn, heilsuútgerð, heilivág og tjøld til Vanuatu. Í dag verður vanliga flúgvingin tikin upp aftur, og harvið kann hjálp koma til, og ferðafólk flúgvast burtur. Vetur. Slættaratindur í kava, januar 2004. Vetur er tann kaldasta av teimum 4 árstíðunum, tað er tann árstíðin, tá jørðin vendir burtur frá sólini. Dagarnir eru stuttir og næturnar eru langar. Veturin er tann árstíðin, ið er millum heyst og vár. Veturin er so ymiskur alt eftir hvar ein er staddur á jørðini. Á norðaru hálvkúlu verður sagt, at veturin er í desember, januar og februar. Fleiri djórasløg fara í hi um veturin. Tað finnast ymiskt sløg av vetrarítrótti, og fjórða hvønn vetur verða Vetrar-Olympisku leikirnir fyriskipaðir. Nógvastaðni legst kavi um veturin og alt kann frysta. Í Føroyum er tað ikki so ofta, at tað legst kavi um veturin, og ofta liggur hann ikki serliga longi. Á syðru hálvkúlu er veturin í juni, juli og august, sum er sama tíðarskeið, ið norðara hálvkúla hevur summar. Behati Prinsloo. Behati Prinsloo (fødd 16. mai 1989 í Grootfontein) er ein namibisk modell og filmsleikari. Hon er gift við Adam Levine frá bólkinum Maroon 5. Í 2008, gjørdist hon andlitið hjá undirmerkinum Pink hjá Victoria's Secret og fór so víðari og gjørdist ein Victoria's Secret Angel í 2009. Prinsloo varð fødd í Grootfontein, Namibia (tá South West Africa), har faðir hennara, Boet, virkar sum prestur/prædikumaður, og móðir hennara, Magda, rekur Ból og Bita (Bed & Breakfast). Meðan hon vaks upp, tosaði hon afrikaans og fekk undirvísing í enskum. Einaferð, meðan hon var og ferðaðist í Cape Town, Suðurafrika, sum 16-ára gomul, varð hon uppdagað av Storm Model Management stovnaranum Sarah Doukas (ið eisini uppdagaði Kate Moss). Gwen Stefani. Gwen Renée Stefani (fødd 3. oktober 1969 í Fullerton) er ein amerikonsk songkvinna, sangskrivari og sjónleikarinna. Hon er kend frá bólkinum No Doubt. Gwen Stefani er gift við Gavin Rossdale. Tey eiga synirnar Kingston James McGregor (føddur 26. mai 2006), Zuma Nesta Rock (føddur 21. august 2008) og Apollo Bowie Flynn (føddur 28. februar 2014). Pollapönk. Pollapönk er ein íslenskur tónleikabólkur úr Hafnarfirði, sum varð stovnaður í 2006 av tveimum barnagarðspedagogum, sum ynsktu at skapa tónleik, ið bæði børn og vaksin kundu njóta saman. Bólkurin vann Söngvakeppnin í 2014 og umboðar Ísland í Evropeisku tónleikakappingini Eurovision Song Contest í 2014. Pollapönk kom víðari í fyrru hálvfinaluni, sum varð hildin hin 6. mai 2014 í Keypmannahavn. Teir gjørdust nummar 15 í finaluni við 58 stigum. Limir. Heiðar og Haraldur stovnaðu tónleikabólkin Botnleðja í 1994 saman við Ragnar Pál Steinsson. The Common Linnets. The Common Linnets (føroyskt: "Hini línígðurnar") er ein niðurlendskur tónleikabólkur, sum varð stovnaður av Ilse DeLange og Waylon (Willem Bijkerk). Bólkurin umboðaði Niðurlond í Evropeisku tónleikakappingini Eurovision Song Contest í 2014, har tey endaðu á øðrum plássi við 238 stigum. 80-árini. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 30-árini 40-árini 50-árini 60-árini 70-árini - 80-árini - 90-árini 100-árini 110-árini 120-árini 130-árini Ár: 80 81 82 83 84 85 86 87 88 89 70-árini. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 20-árini 30-árini 40-árini 50-árini 60-árini - 70-árini - 80-árini 90-árini 100-árini 110-árini 120-árini Ár: 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 60-árini. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini 50-árini - 60-árini - 70-árini 80-árini 90-árini 100-árini 110-árini Ár: 60 61 62 63 64 65 66 67 68 69 50-árini. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini - 50-árini - 60-árini 70-árini 80-árini 90-árini 100-árini Ár: 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 40-árini. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini - 40-árini - 50-árini 60-árini 70-árini 80-árini 90-árini Ár: 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 San Marino í Eurovision Song Contest. San Marino hevur luttikið í Eurovision Song Contest í 2008 og aftur frá 2011 til í dag. Jean-Paul Sartre. Jean-Paul Charles Aymard Sartre (føddur 21. juni 1905 í París, deyður 15. apríl 1980 í París) var franskur heimspekingur og rithøvundur. Hann vann Nobel heiðurslønin í bókmenti í 1964 "fyri arbeiði hansara, ríkt í hugskotum, fylt við andin av frælsi og strembanin eftir sannleika...". Hann valdi tó ikki at taka móti heiðurslønin. Jordaan. Jordaan er ein býarpartur í Amsterdam. Býarparturin hevur 18 650 íbúgvar (2009). Se og Hør. Se og Hør búmerkið hjá donsku og norsku útgávuni Se og Hør (svenska heitið er Se & Hör) er eitt danskt, norskt og svenskt vikublað og sjónvarpsblað, sum verður útgivið í Danmark, Noreg og Svøríki. Blaðið verður eisini selt í Føroyum. Se og Hør er eitt myndablað, sum í høvuðsheitum ber søgur um kend fólk. Tað er danska fyritøkan Aller Media, ið útgevur blaðið. Tann danska versjónin er tann elsta. Tann danska og svenska versjónin koma út einaferð um vikuna, meðan tann norska, sum eisini er tann størsta, kemur út tvær ferðir um vikuna. Se og Hør í Danmark. Se og Hør kom út fyrstu ferð í Danmark í 1939 sum "Det Ny Radioblad". Í 1953 fór blaðið í holt við at skriva um tað ið fór fram í tí tá nýggja miðlinum, sjónvarpinum, og broytti heitið til Se og Hør, men helt tó fram við at hava gamla heitið sum undirheiti. Se og Hør er tað størsta myndablað í Danmark við einum miðal sølutali á 133.325 um vikuna í fyrra helmingi av 2012. Í 1980-árunum og 1990-árunum undir leiðslu av tí nú fyrrverandi ábyrgdarblaðstjóranum, Mogens E. Pedersen, varð blaðið selt í einum so stórum upplagi sum 350.000 eintøkum um vikuna. Síðan november 2006 hevur blaðið latið eina virðisløn á 150.000 krónur til ein journalist. Í juni 2009 gjørdist Kim Henningsen høvuðsábyrgdarblaðstjóri á tí danska Se og Hør, hann tók við eftir Henrik Qvortrup, sum gavst í november 2008, tá hann gjørdist politiskur viðmerkjari og ritstjóri á TV2. Í apríl 2014 gjørdist Se og Hør partur av einari miðlagølu í Danmark, har ið blaðið varð ákært fyri at nýta upplýsingar ið vóru fingnir til vega á ólógligan hátt, eitt nú við at rinda fyri upplýsingar um nýtsluna av gjaldskortum hjá kendum fólkum og upplýsingar um flogferðir teirra og annað líknandi. Óli Poulsen. Óli Poulsen (føddur 1963) er ein føroyskur tónleikaframleiðari. Í 1987 flutti hann til Danmarkar at búgva og hevur starvast har sum framleiðari síðan, hann er búsitandi í Greve, har hann hevur sítt tónleikastudio Fix & Mix. Fleiri av útgávunum, ið Óli hevur framleitt, mixað vm. hava vunnið danskar tónleikaheiðurslønir og hava ligið ovarliga á donskum hittlistum. Hanne Boel. Hanne Boel (fødd 31. august 1957) er ein donsk songkvinna. Hon hevur sungið innan fleiri ymiskar sjangrur, frá kirkjukóri, gospel, soul, jazz og rock, pop og harumframt techno. Hon hevur havt stóra sukse í Norðurlondum og í Týsklandi, við einum samlaðum sølutali av plátum/fløgum á 2,5 milliónum. Bara annað album hennara, "Dark Passion" (1990) hevur selt yvir eina hálva millión eintøk kring heimin. Hon vann fýra Danish Music Awards-statuettir (Danskt Grammy) fyri útgávuna frá 1991. Føroyski tónleikaframleiðarin Óli Poulsen hevur framleitt, miksað og arrangerað fleiri album fyri Hanne Boel fleiri album fyri Hanne Boel, eitt nú "My Kindred Spirit" (2001), Beware of the Dog (2002), Dark Passion (1995). 30-árini. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini - 30-árini - 40-árini 50-árini 60-árini 70-árini 80-árini Ár: 30 31 32 33 34 35 36 37 38 39 Kongo. Lýðveldið Kongo (franskt: "République du Congo") er eitt land í Miðafrika. Landið hevur 4 662 446 íbúgvar (2014). Brazzaville er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Kongo. Eysturmarkið í Kongo, er fram við Kongoá og størstu ánni, sum rennur í hana, Ubangiá. Eisini Kongo er oljuland, og hóast fólkið í Kongo hevur fingið meiri burtur úr oljuríkidøminum enn fólkið í grannalandinum Gabon, liva mong enn sum fátækir bøndur og hava bara so frægt av jørð, at teir kunnu dyrka nóg mikið av mati til sín sjálvs. Týdningarmesta grøðin er maniok, ið er ein sterk bølluplanta. Myndugleikarnir hava verið so hygnir, at teir hava nýtt peningin fyri oljuna at menna landið - hava lagt byrgingar, vegir, bygt pappírsverksmiðjur og gróðursett trø. Ídnaður er ikki nógvur í landinum, men verkafólkið er væl útbúgvið. Flestu verksmiðjurnar eru við stóru býirnar, helst við høvuðsstaðin, Brazzaville. Sum aðrastaðni í Afrika er tónleikur týðandi partur av mentanini, og trumman er sjálvur hjartatátturin í hesum tónleiki. Best umtókti tónleikurin er kongotónleikurin, ið minnir um soultónleikin. Martinique. Martinique er ein oyggj í Karibiska havinum og politiskt hoyrir til Frakland. Fólkatalið er umleið 386.000 íbúgvar. Høvuðsstaðurin eitur Fort-de-France, og hevur 94.049 íbúgvar í sjálvari kommununi, og 134.727 íbúgvar í øllum Fort-de-France-økinum. Hetta ger Fort-de-France til ein av størstu býunum í Karibia. Søga. Í 1502 setti Kristoffur Kolumbus segl og fór undir fjórðu og seinastu ferðina um Atlantshav. Tann 15. juni 1502 setti hann fótin á land og kannaði Oyggin æt upprunaliga Madanina, Madinina ella Matanino. Martinique gjørdist franskt hjáland í 1635, og hevur síðan hoyrt til Frakland burtursæð frá styttri tíðarskeiðum, har ið oyggin var hersett av Stórabretlandi. Oyggin er nú ein av Fraklands 26 regiónum og sostatt eisini ein partur av Evropeiska Samveldinum. Mynteindin er evran. Gosfjallið Mount Pelee. Í 1902 varð størsti býurin á Martinique, Saint-Pierre, lagdur í oyði, tá ið vulkanin "Mount Pelee" fór at goysa ógvusliga, og nærum øll fólkini í býnum, umleið 28.000, lótu lív í náttúruvanlukkuni. Guadeloupe. Guadeloupe er ein oyggj í Karibiska havinum og hoyrir politiskt til Frakland. Høvuðsstaðurin eitur Basse-Terre. Oyggjabólkurin er partur av teimum Smáu Antillunum og er av vulkanskum og korall uppruna. Oyggjabólkurin hevur fleiri befólkaðar og óbefólkaðar oyggjar: tær størstu oyggjarnar eru Basse-Terre, Grande-Terre, Marie-Galante og La Desirade. Oyggjabólkurin liggur ímillum Atlantshavið og Tað Karibiska Havið. Oyggjarnar liggja millum Dominica í suðri og Antigua og Barbuda í norði. Oyggjarnar hava eina vídd á 1628 km². Oyggjabólkurin er ein av teimum 26 regióninum Fraklands og er tí eisini ein limur í Evropeiska Samveldinum, og gjaloyrað er evran. Oyggjarnar Saint-Barthélemy og Saint Martin vóru eisini partar av Guadeloupe, men gjørdust sjálvstøðug fronsk hjálond í 2007. Oyggjarnar hava verið undir fronskum yvirvaldið síðan 1674, men vóru millum 1813 og 1814 ein partur av Svøríki. Kristoffur Kolumbus var tó tann fyrsi evropearin, sum kom til oyggjarnar, tað var við sína aðru ferð í november 1493. Grootfontein. Grootfontein er ein býur í Otjozondjupa í Namibia og hevur 23 793 íbúgvar (2011). Bislama mál. Bislama er eitt allment mál í Vanuatu. Onsala. Onsala er ein býur í Kungsbacka kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 11 951 í 2010. Býurin fevnir um 10,53 km2 og hevur ein fólkatættleika á 1 135/km2. Eric Berglund. Eric Berglund, kendur eisini sum CEO (føddur 1981) er ein svenskur tónleikari, sangari og sangskrivari. Hann er kendur frá bólkinum The Tough Alliance. Rólant Højsted. Rólant Højsted (føddur 12. juni 1958) úr Funningi er ein føroyskur skipsførari og havnastjóri. Rólant fór til skips 14 ára gamal. Hann er útbúgvin skipsførari og hevur siglt í mong ár sum skipari í føroyska og danska handilsflotanum. Hansara dagliga yrki í dag er í Fuglafirði har hann er havnastjóri. Familja. Hann er sonur Elin og Fredrik Højsted úr Funningi. Hann er giftur Katrin, fødd Ejdesgaard, av Eiði, tey eiga 4 børn: Fríðrikur, Óli, Birna og Elin Nevnast kann at Jóhannes tann vísi var tipoldurabbi hansara. De Pijp. De Pijp er ein býarpartur í Amsterdam. Býarparturin hevur 33 120 íbúgvar (2009). Katsushika Hokusai. Katsushika Hokusai (japanskt: 葛飾北斎), kendur sum Hokusai (føddur 1760, deyður 10. mai 1849) var ein japanskur listamálari, listamaður og yrkjari. Mariagerfjord kommuna. Mariagerfjord kommuna (Danskt: "Mariagerfjord kommune"), er ein kommuna í Región Norðurjútlandi í Danmark. Mariagerfjord kommuna hevur 42.093 íbúgvar (2014). Valentina Monetta. Valentina Monetta (fødd 1. mars 1975 í San Marino) er songkvinna úr San Marino. Hon umboðaði San Marino í Evropeisku tónleikakappingini Eurovision Song Contest í 2012, 2013 og 2014. Eurovision Song Contest 2011. Eurovision Song Contest 2011 var 56. Eurovision Song Contest og varð hildið í Düsseldorf í Týsklandi. Luttakandi lond. 43 lond luttóku í Eurovision Song Contest 2011. Semifinalistar. Hálvfinalurnar vóru hildnar 10. og 12. mai 2011. Øll lond, uttan "The Big Five", luttóku í hálvfinalunum, og tjúgu av hálvfinalistunum fóru víðari til finaluna. Lutakastið varð hildið mánadagin 17. januar 2011. 1. hálvfinala. Umframt tey luttakandi londini, so kundu Stórabretland og Spania eisini atkvøða í hesi hálvfinaluni. 2. hálvfinala. Umframt tey luttakandi londini kundu Týskland, Frakland og Italia eisini atkvøða í hesi hálvfinaluni. Finalistar. Finalan var hildin 14. mai 2011. Fimm lond vóru kvalifiseraði frammanundan, tey sonevndu "Big Five"-londini. Italia gjørdi comeback í grandprix-høpi eftir eina 14-ára langa pausu. 20-árini. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini - 20-árini - 30-árini 40-árini 50-árini 60-árini 70-árini Ár: 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 10-árini. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini - 10-árini - 20-árini 30-árini 40-árini 50-árini 60-árini Ár: 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 1. øld f.Kr.. (2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld) 1. øld f.Kr. byrjaði fyrsta dagin ár 100 f.Kr. og endaði tann seinasta dagin í árinum 1 f.Kr. 1 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. – 0-árini f.Kr. – 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini Árstal: 6 f.Kr. 5 f.Kr. 4 f.Kr. 3 f.Kr. 2 f.Kr. – 1 f.Kr. – 1 2 3 4 5 0-árini. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. - 0-árini - 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini 50-árini Ár: 1 2 3 4 5 6 7 8 9 Michel Platini. Michel Platini (føddur 21. juni 1955 í Jœuf) er ein franskur fyrrverandi fótbóltsleikari og ítróttarleiðari. Í 1984 vann Michel Platini EM við franska landsliðnum. Sum eftirmaður hjá Lennart Johansson hevur Platini verið forseti í tí Evropeiska fótbóltssambandinum (UEFA) frá 2007 til 2016. Hann vitjaði í Føroyum í 2005 og heilsaði millum annað uppá Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmann. Í 2010 vitjaði hann aftur í Føroyum, tá sum forseti í UEFA. Hann hitti FSF og føroyskir myndugleikar, og so handaði hann ferðasteypið til Føroyameistararnar 2010. Platini er einasti fótbóltsleikari í heiminum, ið hevur vunnið Ballon d'Or virðislønina trý ár á rað. Ilse DeLange. Ilse Annoeska de Lange, betri kend sum Ilse DeLange (fødd 13. mai 1977 í Almelo) er ein niðurlendsk songkvinna og sangskrivari. Hon umboðaði Niðurlond í Eurovision Song Contest 2014 saman við Waylon, bólkurin hjá teimum nevndist The Common Linnets og gjørdist nummar 2 í finaluni við 238 stigum. Waylon. Willem Bijkerk, betri kendur sum Waylon (føddur 20. apríl 1980 í Apeldoorn) er ein niðurlendskur sangari og sangskrivari. Hann umboðaði Niðurlond í Eurovision Song Contest 2014 saman við Ilse DeLange, bólkurin hjá teimum nevndist The Common Linnets og gjørdist nummar 2 í finaluni við 238 stigum. Conchita Wurst. Thomas "Tom" Neuwirth (føddur 6. november 1988, í Gmunden, Eysturríki), betri kendur sum dragdrotningin Conchita Wurst, er ein eysturríkskur sangari. Wurst umboðaði Eysturríki og vann Eurovision Song Contest 2014 í Keypmannahavn, Danmark. Sangarin nýtir kvennkyns kenniorð tá hann umrøður seg sjálvan í leiklutinum sum Wurst. Í 2007, náddi Neuwirth finaluna í 2007 í eysturríksku talentkappingini "Starmania," og vendi síðan aftur til sjónvarpið í 2011 sum dragdrotning, ið kallaðist "Conchita Wurst". Ein persónur, ið hann skapti, sum svar uppá sínar upplivingar fyrr í lívinum, og segði: "Hetta snýr seg um eini týdningarmikil boð, tað er eitt kall til tolsemi, fyri alt, ið virkar øðruvísi." 1. Ár 1 var tað fyrsta árið í 1. øld. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. - 0-árini - 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini 50-árini Ár: 5 f.Kr. 4 f.Kr. 3 f.Kr. 2 f.Kr. 1 f.Kr. - 1 - 2 3 4 5 6 2. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. - 0-árini - 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini 50-árini Ár: 4 f.Kr. 3 f.Kr. 2 f.Kr. 1 f.Kr. 1 - 2 - 3 4 5 6 7 3. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. - 0-árini - 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini 50-árini Ár: 3 f.Kr. 2 f.Kr. 1 f.Kr. 1 2 - 3 - 4 5 6 7 8 4. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. - 0-árini - 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini 50-árini Ár: 2 f.Kr. 1 f.Kr. 1 2 3 - 4 - 5 6 7 8 9 5. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. - 0-árini - 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini 50-árini Ár: 1 f.Kr. 1 2 3 4 - 5 - 6 7 8 9 10 6. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. - 0-árini - 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini 50-árini Ár: 1 2 3 4 5 - 6 - 7 8 9 10 11 Eurovision Song Contest 2015. Eurovision Song Contest 2015 er tann 60. árliga evropeiska sangkappingin, sum á enskum nevnist Eurovision Song Contest, í Føroyum eisini kent sum Melodi Grand Prix. Kappingin verður hildin í Wien í Eysturríki, eftir at Conchita Wurst vann 2014 kappingina við sanginum "Rise Like a Phoenix". Hetta er aðru ferð kappingin verður hildin í Eysturríki. Fyrri ferð varð hon hildin í 1967, tá eisini í Wien. Kappingin verður hildin í tveimur hálvfinalum tann 19. mai 2015 og 21. mai 2015, og einari finalu tann 23. mai 2015. Vertir kappingarinnar verða Mirjam Weichselbraun, Alice Tumler and Arabella Kiesbauer, ímeðan fyrrverandi vinnarin Conchita Wurst verður vertur í "grøna rúminum". Eftirsum at kappingin hátíðarheldur 60 ára føðingardag,boðaði EBU frá tann 10. februar 2015 at avgjørt hevði verið at bjóða Avstralia við sum gestaluttakara. Avstralia eigur størsta fjepparaskara av Eurovision uttanfyri Evropa. Stað. 6. august 2014 boðaði ORF (Eysturríska kringvarpið) at Wien hevði verið vald sum staðið undir kappingina. Kappingingin verður hildin í Wiener Stadthalle við plássi fyri umleið 16.000 áskoðarum. Raðfylgja. Endalig raðfylgja av nær londini luttaka í hálvfinalunum var avgjørt av framleiðarum kappingarinnar og seinni góðkent av EBU. Hendan mannagongd hevur verið nýtt síðani 2013. Raðfylgjan í hálvfinalunum varð kunngjørt tann 23. mars 2015. Raðfylgjan í finaluni verðu kunngjørd eftir at úrslitið av hálvfinalunum avgjørt. Luttakarar. Hin 10. februar 2015 varð tað kunngjørt, at 39 lond (40 íroknað Avstralia) fara at luttaka í kappingini í 2015. Kýpros og Serbia eru við aftur eftir eitt-ára fráveru, Kekkia er við aftur eftir fimm-ára fráveru, meðan Ukraine hevur givið avboð vegna politiskar orsøkir. Australia verður við fyri fyrstu ferð sum gestur. Evstamark fyri at søkja um luttøku var 15. september 2014. Lond, ið søktu kundu geva avboð áðrenn 10. oktober 2014 uttan at tað fekk fíggjarligar avleiðingar. Fyrra hálvfinala. 16 lond luttaka í fyrru hálvfinaluni. Avstralia, Eysturríki, Frakland og Spania hava valrætt í hesi hálvfinaluni. Seinni hálvfinala. 17 lond luttaka í seinni hálvfinaluni. Avstralia, Týskland, Italia og Stóra Bretland hava valrætt í hesi hálvfinaluni. 7. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. - 0-árini - 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini 50-árini Ár: 2 3 4 5 6 - 7 - 8 9 10 11 12 8. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. - 0-árini - 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini 50-árini Ár: 3 4 5 6 7 - 8 - 9 10 11 12 13 9. Øldir: 1. øld f.Kr. - 1. øld - 2. øld Áratíggju: 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. - 0-árini - 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini 50-árini Ár: 4 5 6 7 8 - 9 - 10 11 12 13 14 Molly Smitten-Downes. Molly Smitten-Downes, kend sum Molly (fødd 2. apríl 1987 í Anstey) er ein ensk songkvinna og sangskrivari. Hon umboðaði Stóra Bretland í Eurovision Song Contest 2014 og gjørdist nummar 17 í finaluni við 40 stigum. Spice Girls. Spice Girls var ein enskur gentutónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1994. Síðan tá hevur bólkurin selt yvir 80 milliónir album og stakløg. Søga. Tað var Chris Herbert, ið fekk tað hugskot at seta saman ein gentubólk, ið kundi fáa eins stóra sukse sum dreingjabólkurin Take That. Chic Murphy fíggjaði verkætlanini, og Herbert fór í gongd við at lýsa eftir gentum til bólkin í blaðnum Stage. Manager hjá gentubólkinum gjørdist Simon Fuller. Fimm ungar gentur vóru valdar út til nýggja tónleikabólkin, ið fekk navnið Spice Girls. Skjótt fingu tær eyknevni, ið øll enda við Spice: Melanie Brown ("Scary Spice"), Melanie Chisholm ("Sporty Spice"), Emma Bunton ("Baby Spice"), Geri Halliwell ("Ginger Spice") og Victoria Beckham, fødd Adams ("Posh Spice"). Tær fingu plátusáttmála við Virgin Records og útgóvu fyrstu stakfløguna "Wannabe" í 1996, sum gjørdist nummar eitt á hittlistum í meira enn 30 londum, og hjálpti við til at etablera bólkin sum eitt altjóða fenomen. Fyrsta album teirra, Spice, seldi meira enn 28 milliónir eintøk kring allan heimin, og gjørdist bestseljandi album hjá einum gentubólki í alheims tónleikasøguni. Tær hava selt yvir 80 milliónir tónleikaútgávur, sum ger tær til mest-seljandi gentutónleikabólk yvirhøvur og ein av best-seljandi popbólkunum gjøgnum tíðirnar. Vilija Matačiūnaitė. Vilija Matačiūnaitė (fødd 24. juni 1986 í Vilnius) er ein litavisk songkvinna, sangskrivari og sjónleikari. Hin 1. mars 2014 vann hon Eurovizijos dainų konkurso nacionalinė atranka, sum er tann litaviska undankappingin til Eurovision Song Contest, har framførdi hon sum ein av trimum sangarum sangin "Attention". Í mai sama árið, umboðaði hon Litava í Evropeisku tónleikakappingini Eurovision Song Contest í 2014 í Keypmannahavn. Tijana Dapčević. Tijana Dapčević (fødd 3. februar 1976 í Skopje) er ein makedónsk songkvinna. Hon umboðaði Makedónia í Evropeisku tónleikakappingini Eurovision Song Contest í 2014 í Keypmannahavn. Yngra systir hennara Tamara Todevska luttók í Eurovision Song Contest 2008 og sang bakgrundsrødd fyri Tijanu í 2014. Bob Hoskins. Robert William "Bob" Hoskins (føddur 26. oktober 1942; deyður 29. apríl, 2014) var enskur sjónleikari og sjónvarps/film framleiðari. Hann er m.a. kendur fyri at spæla við í filmum sum "The Long Good Friday" (1980), "Mona Lisa" (1986), "Who Framed Roger Rabbit" (1988), "Mermaids" (1990), "Hook" (1991), "Super Mario Bros." (1993), "Nixon" (1995), "A Christmas Carol" (2009), "Neverland" (2011) og fyri sín seinasta leiklut í "Snow White and the Huntsman" (2012). Hoskins fekk fleiri filmsvirðislønir, eitt nú Prix d'interprétation masculine, BAFTA Award for Best Actor in a Leading Role og Golden Globe Award for Best Actor – Motion Picture Drama fyri sín leiklut í "Mona Lisa" (hann var eisini tilnevndur Oscar-virðisløninina fyri Besta sjónleikara), of fekk harafturat International Emmy Award fyri besta sjónleikara fyri sín leiklut í BBC One dramanum "The Street" í 2009. Rebecca & Fiona. Rebecca & Fiona er ein svensk DJ-duo, sum varð stovnað av Rebecca Scheja og Fiona Fitzpatrick í 2007. Hardap. Hardap er ein av teimum 14 regiónunum í Namibia og hevur umleið 79 000 íbúgvar. Mariental er høvuðsstaður í Hardap. Björn Borg. Björn Borg (føddur 6. juni 1956 í Stokkhólmi) er ein svenskur tennisleikari. Italskt mál. Italskt ("italiano") er eitt romanskt mál, sum hoyrir til bólkinum av indo-evropeiskum málum. Málið verður tosað av umleið 70 milliónum. Tað verður fyrst og fremst talað í Italia, men harumframt eisini í 29 øðrum londum. Italskt er alment mál í Italia, Sveis, San Marino, Slovenia, Vatikanstatinum, Istria (Kroatia) og í ES. Mállæra. Italska málið hevur tvey kyn: kallkyn og kvennkyn. Navnorð ið enda við "-o" eru sum oftast kallkynsorð, meðan navnorð ið enda við "-a", sum oftast eru kvennkynsorð. Navnorð ið enda við "-e" kunnu antin vera kallkynsorð (umleið 70 %) ella kvennkynsorð (umleið 30 %). Navnorð ið enda við "-o" og "-e" enda við "-i" í fleirtali, meðan kvennkynsnavnorð ið enda við "-a" fáa endingina "-e". Sagnorð. Italiensk sagnorð hava ikki so einklar bendingar, og tað er vanligt at lata vera við at brúka tað persónliga fornavnið, eftirsum sagnorðið vísir hvønn grammatiskan persón ið talan er um. Persónlig fornøvn verða nýtt fyri at leggja dent á hvønn ið ein meinar við, ella fyri at vísa ein mótsetning. Keldur. * Tinkara Kovač. Tinkara Kovač (fødd 3. september 1978 í Koper) er ein slovensk songkvinna og tónleikari. Hon umboðaði Slovenia í Evropeisku tónleikakappingini Eurovision Song Contest í 2014 í Keypmannahavn. 2. øld f.Kr.. 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Pim Fortuyn. Wilhelmus Simon Petrus Fortuijn, kendur sum Pim Fortuyn (føddur 19. februar 1948 í Driehuis, deyður 6. mai 2002 í Amsterdam) var ein niðurlendskur politikari og rithøvundur. Hann var útbúgvin sosiologur og var lektari/professari við Universitetið í Groningen. Hann stovnaði politiska flokkin Lijst Pim Fortuyn. Fortuyn var opin um, at hann var samkyndur. Hann hevði ofta meiningar um útlendingar, um islam í Niðurlondum og segði m.a. at um tað stóð til hann, so hevði hann stongt mørkini til Niðurlond fyri muslimum. Onnur søgdu hann vera uttast til høgru, men tað meinti hann ikki sjálvur, og hann tók eisini frástøðu frá politikarum, ið vóru kendir fyri at hoyra til uttast á høgravonginum sum til dømis tann belgiska Filip Dewinter, eysturríkska Jörg Haider ella franska Jean-Marie Le Pen, tá ið hann var samanborin við hesar. Hann segði seg hoyra til eitt sindur til høgru fyri miðjuna í niðurlendskum politikki. Honum dámdi væl politikarar sum Silvio Berlusconi úr Italia og sá eisini upp til John F. Kennedy, sum var demokratiskur forseti í USA frá 1961 til 1963. Fortuyn varð myrður undir valstríðnum í 2002 av djóraverndaraktivistinum Volkert van der Graaf, sum undir rættarmálinum viðurkendi, at hann drap Fortuyn fyri at støðga honum í at gera muslimar til "syndabukkar". Pilou Asbæk. Johan Philip Asbæk, kendur sum Pilou Asbæk (føddur 2. mars 1982 í Keypmannahavn) er ein danskur sjónleikari. Í 2014 var hann ein av vertunum í evropeisku tónleikasangkappingini Eurovision Song Contest, sum varð hildin í Keypmannahavn. Hann er best kendur fyri sín leiklut í donsku sjónvarpsrøðini "Borgen" hjá DR, sum spunadoktarin Kasper Juul. 2 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. – 0-árini f.Kr. – 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini Árstal: 7 f.Kr. 6 f.Kr. 5 f.Kr. 4 f.Kr. 3 f.Kr. - 2 f.Kr. – 1 f.Kr. 1 2 3 4 3 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. – 0-árini f.Kr. – 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini Árstal: 8 f.Kr. 7 f.Kr. 6 f.Kr. 5 f.Kr. 4 f.Kr. - 3 f.Kr. - 2 f.Kr. 1 f.Kr. 1 2 3 4 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. – 0-árini f.Kr. – 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini Árstal: 9 f.Kr. 8 f.Kr. 7 f.Kr. 6 f.Kr. 5 f.Kr. - 4 f.Kr. - 3 f.Kr. 2 f.Kr. 1 f.Kr. 1 2 Sima Qian. thumb Sima Qian (kinesiskt: 司馬遷, pinyin: "Sīmǎ Qiān", Wade–Giles: "Ssu-ma Ch'ien", føddur umleið 145 f.Kr. í Longmen [nú Hancheng] í Shaanxi, deyður 86 f.Kr.) var ein kinverskur søguskrivari, hann var tann fyrsti sum skrivaði søguna hjá Kina heilt aftur til skapanina. Hann var prefekturur fyri stórskrivararnar (太史公, "taishigong") undir Hanríkinum. Við sínum søguarbeiði verður hann roknaður sum faðir at søguskriving í Kina. Søgubók hansara, sum á enskum hevur heitið "Records of the Grand Historian" fevnir um tíðarskeiðið frá tí Gula Keisaranum til samtíðina hjá Qian undir stýrinum hjá keisara Wu av Han. Rabindranath Tagore. Rabindranath Tagore (føddur 7. mai 1861, deyður 7. august 1941) var ein indiskur rithøvundur, komponistur, heimspekingur, málari og tónleikari. Hann vann 1913 Nobelvirðislønina í bókmentum sum tann fyrsti perónsurin úr Asia. Hann er ættaður úr Kolkata og byrjaði at skriva yrkingar longu sum átta-ára gamal. Hann útgav sína fyrsta yrkingasavn í 1877, og fór sum 16-ára gamal í holt við at skriva sína fyrstu skaldsøgu og sjónleikir. Seinni í lívinum stuðlaði hann indiska stríðnum fyri fullveldi og gjørdist vinmaður við Mahatma Gandhi. Hann er skrásettur sum høvundin handan tjóðsangin hjá Bangladesh. 0-árini f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. - 1. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. - 0-árini f.Kr. - 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini Ár: 1 f.Kr. 2 f.Kr. 3 f.Kr. 4 f.Kr. 5 f.Kr. 6 f.Kr. 7 f.Kr. 8 f.Kr. 9 f.Kr. 5 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. – 0-árini f.Kr. – 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini Árstal: 10 f.Kr. 9 f.Kr. 8 f.Kr. 7 f.Kr. 6 f.Kr. - 5 f.Kr. - 4 f.Kr. 3 f.Kr. 2 f.Kr. 1 f.Kr. 1 6 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. – 0-árini f.Kr. – 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini Árstal: 11 f.Kr. 10 f.Kr. 9 f.Kr. 8 f.Kr. 7 f.Kr. - 6 f.Kr. - 5 f.Kr. 4 f.Kr. 3 f.Kr. 2 f.Kr. 1 f.Kr. 7 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. – 0-árini f.Kr. – 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini Árstal: 12 f.Kr. 11 f.Kr. 10 f.Kr. 9 f.Kr. 8 f.Kr. - 7 f.Kr. - 6 f.Kr. 5 f.Kr. 4 f.Kr. 3 f.Kr. 2 f.Kr. 8 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. – 0-árini f.Kr. – 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini Árstal: 13 f.Kr. 12 f.Kr. 11 f.Kr. 10 f.Kr. 9 f.Kr. - 8 f.Kr. - 7 f.Kr. 6 f.Kr. 5 f.Kr. 4 f.Kr. 3 f.Kr. 9 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. – 0-árini f.Kr. – 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini 40-árini Árstal: 14 f.Kr. 13 f.Kr. 12 f.Kr. 11 f.Kr. 10 f.Kr. - 9 f.Kr. - 8 f.Kr. 7 f.Kr. 6 f.Kr. 5 f.Kr. 4 f.Kr. 10 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. - 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini Árstal: 15 f.Kr. 14 f.Kr. 13 f.Kr. 12 f.Kr. 11 f.Kr. - 10 f.Kr. - 9 f.Kr. 8 f.Kr. 7 f.Kr. 6 f.Kr. 5 f.Kr. 11 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. - 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini Árstal: 16 f.Kr. 15 f.Kr. 14 f.Kr. 13 f.Kr. 12 f.Kr. - 11 f.Kr. - 10 f.Kr. 9 f.Kr. 8 f.Kr. 7 f.Kr. 6 f.Kr. 12 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. - 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini Árstal: 17 f.Kr. 16 f.Kr. 15 f.Kr. 14 f.Kr. 13 f.Kr. - 12 f.Kr. - 11 f.Kr. 10 f.Kr. 9 f.Kr. 8 f.Kr. 7 f.Kr. 13 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. - 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini Árstal: 18 f.Kr. 17 f.Kr. 16 f.Kr. 15 f.Kr. 14 f.Kr. - 13 f.Kr. - 12 f.Kr. 11 f.Kr. 10 f.Kr. 9 f.Kr. 8 f.Kr. 14 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. - 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini Árstal: 19 f.Kr. 18 f.Kr. 17 f.Kr. 16 f.Kr. 15 f.Kr. - 14 f.Kr. - 13 f.Kr. 12 f.Kr. 11 f.Kr. 10 f.Kr. 9 f.Kr. 15 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. - 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini Árstal: 20 f.Kr. 19 f.Kr. 18 f.Kr. 17 f.Kr. 16 f.Kr. - 15 f.Kr. - 14 f.Kr. 13 f.Kr. 12 f.Kr. 11 f.Kr. 10 f.Kr. 16 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. - 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini Árstal: 21 f.Kr. 20 f.Kr. 19 f.Kr. 18 f.Kr. 17 f.Kr. - 16 f.Kr. - 15 f.Kr. 14 f.Kr. 13 f.Kr. 12 f.Kr. 11 f.Kr. 10-árini f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. - 1. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. - 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini Ár: 19 f.Kr. 18 f.Kr. 17 f.Kr. 16 f.Kr. 15 f.Kr. 14 f.Kr. 13 f.Kr. 12 f.Kr. 11 f.Kr. 10 f.Kr. 17 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. - 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini Árstal: 22 f.Kr. 21 f.Kr. 20 f.Kr. 19 f.Kr. 18 f.Kr. - 17 f.Kr. - 16 f.Kr. 15 f.Kr. 14 f.Kr. 13 f.Kr. 12 f.Kr. 18 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. - 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini Árstal: 23 f.Kr. 22 f.Kr. 21 f.Kr. 20 f.Kr. 19 f.Kr. - 18 f.Kr. - 17 f.Kr. 16 f.Kr. 15 f.Kr. 14 f.Kr. 13 f.Kr. 19 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. - 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini 30-árini Árstal: 24 f.Kr. 23 f.Kr. 22 f.Kr. 21 f.Kr. 20 f.Kr. - 19 f.Kr. - 18 f.Kr. 17 f.Kr. 16 f.Kr. 15 f.Kr. 14 f.Kr. Sapfo. Sapfo (grikskt: Σαπφώ, latínskt: Sappho) var ein kendur grikskur yrkjari úr Lesbos. Hon varð fødd onkuntíð millum 630 og 612 f.Kr., og hildið verður, at hon doyði umleið 570 f.Kr., men man veit sera lítið við vissu um lív hennara. Hon yrkti nógv og var væl kend tá í tíðini og í fornøldini, men tað mesta er horvið, burtursæð frá smáum pettum, men hennara umdømi hevur yvirlivað. Erinna. Sapfo og Erinna í einum hava á oynni Lesbos í Grikkalandi. Erinna (grikskt: Ἤριννα) var ein kendur grikskur yrkjari úr Rodos. Hon livdi umleið ár 600 f.Kr. og livdi um somu tíð sum Sapfo, sum hon var góð vinkona við. Man veit ikki við vissu, hvar hon var fødd, nakrar keldur nevna oynnar Tilos, Tenos ella Rhodos og eisini verður Teos í Jonia nevndur. Hon doyði bert 19-ára gomul. Av yrkingum hennara er tað serliga "Elakate", eitt episkt skaldaverk, ið fevnir um umleið 300 vers, harav bert nøkur fá brot eru varveitt og hvørs ektheit er ivasom. Hon skrivaði eisini epigram, harav nøkur (sanlíkt ektaði) finnast í varveitslu. Eitt kratur á Venus er uppkallað eftir henni. Ohangwena. Ohangwena er ein av teimum 14 regiónunum í Namibia og hevur umleið 245 100 íbúgvar. Eenhana er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Ohangwena. Nikolaj Koppel. Nikolaj Koppel (føddur 6. mars 1969 í Gentofte) er ein danskur tónleikari. Í 2014 var hann ein av vertunum í evropeisku tónleikasangkappingini Eurovision Song Contest, sum varð hildin í Keypmannahavn. Omusati. Omusati er ein av teimum 14 regiónunum í Namibia og hevur umleið 242 900 íbúgvar. Outapi er høvuðsstaður í Omusati. Nacka. Nacka er ein býur í Nacka kommunu í Stockholms län í Svøríki. Býurin er ein partur av stórbýnum Stockhólmi og liggur umleið fimm km í ein landsynning av miðbýnum í Stockholm. Fólkatalið var 33 057 í 2010. Karin Dreijer Andersson. Karin Dreijer Andersson (fødd 7. apríl 1975 í Nacka) er ein svensk songkvinna, sangskrivari og tónleikari. Hon er kend frá bólkunum The Knife, Fever Ray og Honey Is Cool. Ę. Ę ella ę er 8. bókstavur í pólska stavraðnum og í litaviska stavraðnum. Bengalskur tikari. Bengalskur tikari (latínskt: "panthera tigris tigris") er stórt loðið ránsdjór av kettuættini. 3. øld f.Kr.. 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. 4. øld f.Kr.. 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. ǁKaras. ǁKaras (eisini !Karas ella Karas) er ein av teimum 14 regiónunum í Namibia og hevur umleið 76 000 íbúgvar. Keetmanshoop er høvuðsstaður í ǁKaras. Khomas. Khomas er ein av teimum 14 regiónunum í Namibia og hevur umleið 340 900 íbúgvar. Windhoek er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Khomas. Kavango West. Kavango West er ein av teimum 14 regiónunum í Namibia og hevur 107 505 íbúgvar. Nkurenkuru er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Kavango West. Kavango East. Kavango East er ein av teimum 14 regiónunum í Namibia og hevur 115 447 íbúgvar. Rundu er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Kavango East. 5. øld f.Kr.. 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Kunene. Kunene er ein av teimum 14 regiónunum í Namibia og hevur umleið 88 300 íbúgvar. Opuwo er høvuðsstaður í Kunene. Oshikoto. Oshikoto er ein av teimum 14 regiónunum í Namibia og hevur umleið 181 600 íbúgvar. Omuthiya er høvuðsstaður í Oshikoto. Erongo. Erongo er ein av teimum 14 regiónunum í Namibia og hevur umleið 150 400 íbúgvar. Swakopmund er høvuðsstaður í Erongo. Oshana. Oshana er ein av teimum 14 regiónunum í Namibia og hevur umleið 174 900 íbúgvar. Oshakati er høvuðsstaður í Oshana. Zambezi (región). Zambezi er ein av teimum 14 regiónunum í Namibia og hevur umleið 90 100 íbúgvar. Katima Mulilo er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Zambezi. Kavango. Kavango var ein av teimum 13 regiónunum í Namibia. Rundu var bæði høvuðsstaður og størsti býur í Kavango. Utrecht (landslutur). Utrecht er ein landslutur í Niðurlondum. Utrecht er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Hin 30. september 2013 var fólkatalið í landslutinum 1 243 161. Kommunur. Tað eru 26 kommunur í landslutinum (2018). Groningen (landslutur). Groningen er ein landslutur í Niðurlondum. Groningen er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Hin 30. september 2013 var fólkatalið í landslutinum 582 161. Kommunur. Tað eru 20 kommunur í landslutinum (2018). Limburg (Niðurlond). Limburg er ein landslutur í Niðurlondum. Maastricht er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Hin 30. september 2013 var fólkatalið í landslutinum 1 121 483. Kommunur. Tað eru 33 kommunur í landslutinum (2018). Noord-Brabant. Noord-Brabant er ein landslutur í Niðurlondum. 's-Hertogenbosch er høvuðsbýur og Eindhoven er størsti býur í landslutinum. Hin 30. september 2013 var fólkatalið í landslutinum 2 470 184. Kommunur. Tað eru 64 kommunur í landslutinum (2018). Mortensen. Mortensen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er 16. vanligasta eftirnavnið í Føroyum, í 2012 vóru tað 466 føroyingar í Føroyum ið høvdu eftirnavnið Mortensen. Eftirnavnið merkir "Sonur Morten" og er av donskum málsligum uppruna, men føroyingarnir ið eita Mortensen hava tó føroyskar røtur. Føroyska mannfólkanavnið er Mortan, so á føroyskum átti eftirnavnið at verið Mortansson, men donsk navnalóggáva var galdandi í Føroyum í 19. øld, tá ið -sen faðirnøvnini vóru til eftirnøvn. Í eldri tíð fingu børnini eftirnøvn sum søgdu, hvør ið faðirin var, so tey ið tá itu Mortensen vóru dreingir, ið vóru synir Mortan. Gentur fingu so eftirnøvn sum Mortensdatter, um faðirin nevndist Morten. Einaferð í 19. øld er man farin burtur frá hesi mannagongd, og -datter bleiv ikki brúkt longur í danska ríkinum og eftirnøvnini søgdu ikki longur hvør ið faðirin var. Tey sum í dag eita Mortensen í Føroyum mugu leita langt aftur í tíðina fyri ar finna ein ættarfaðir ið var upprunin til eftinavnið Mortensen. Á Tvøroyri var ein kend familja við eftinavninum Mortensen í 19. øld og er eftirnavnið enn sera vanligt á Tvøroyri Trongisvági, Froðba og Øravík. Johan Mortensen úr Øravík, fekk handilsbræví 1858 og setti seg niður á Tvøroyri. Handilsvirkið hjá Johan Mortensen gjørdist skjótt eitt tað størsta í Føroyum, sum eftir deyða hansara i 1889 varð gjørt til partafelag undir navninum A/S J.Mortensens Eftf. Ein sonur, N. J. Mortensen tók seg kortini burtur og fekk egið handilsvirki í 1911. Av Mortensen familjuni av Tvøroyri/Trongisvági kunnu nevnast Heðin Mortensen, sum er borgarstjóri í Havn, rithøvundarnir Elin Mortensen og Eilif Mortansson (føddur Mortensen), svimjarin Guðrun Mortensen, ið er dóttir Gudmund Mortensen, ið er stjóri á fyritøkuni N.J. Mortensen, ið eigur handlar og skip, bygningar vm. Gudmund er langabbasonur N.J. Mortensen, ið stovnaði fyritøkuna í 1909, og oldurabbasonur Johan Mortensen úr Øravík. Ein onnur Mortensen familja í Føroyum er av Argjum. T.d. kann nevnast Palli Mortensen av Argjum, ið flutti til Vágs, har hann setti á stovn eina smiðju, ið nú eitur Tangavirkið. Í Vági var Palli sum oftast nevndur Argja-Palli, tí hann var ættaður av Argjum, og tað vóru fleiri aðrir vágbingar ið itu Palli. Sonur hansara, Bent Mortensen, tók yvir eftir pápan, og seinni tók ein av synum Bent, Mortan Mortensen, yvir eftir pápan og er stjóri í fyritøkuni í dag. Presturin í Hvalba, Jens Mortan Mortensen, er eisini ættaður av Argjum, faðir hansara var beiggi Argja-Palla, ið flutti til Vágs. Okahandja. Tokstøðin í Okahandja í 1903 Okahandja er ein býur í Otjozondjupa í Namibia og hevur 22 639 íbúgvar (2011). Søga. Ein týskur prestur, Heinrich Schmelen, var tann fyrsti evropearin, ið vitjaði býin í 1827. Í 1844, vóru búsettist tveir trúðboðarar í býnum, og ein kirkja er frá hesi tíðini. Ein hernaðarstøð var bygd í býnum í 1894, og tað er hetta árstalið, ið er tað alment viðurkenda sum tað árið ið býurin varð stovnaður. 20 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini Árstal: 25 f.Kr. 24 f.Kr. 23 f.Kr. 22 f.Kr. 21 f.Kr. - 20 f.Kr. - 19 f.Kr. 18 f.Kr. 17 f.Kr. 16 f.Kr. 15 f.Kr. 30 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini Árstal: 35 f.Kr. 34 f.Kr. 33 f.Kr. 32 f.Kr. 31 f.Kr. - 30 f.Kr. - 29 f.Kr. 28 f.Kr. 27 f.Kr. 26 f.Kr. 25 f.Kr. 40 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini Árstal: 45 f.Kr. 44 f.Kr. 43 f.Kr. 42 f.Kr. 41 f.Kr. - 40 f.Kr. - 39 f.Kr. 38 f.Kr. 37 f.Kr. 36 f.Kr. 35 f.Kr. 21 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini Árstal: 26 f.Kr. 25 f.Kr. 24 f.Kr. 23 f.Kr. 22 f.Kr. - 21 f.Kr. - 20 f.Kr. 19 f.Kr. 18 f.Kr. 17 f.Kr. 16 f.Kr. Keetmanshoop. Keetmanshoop er ein býur í ǁKaras í Namibia og hevur 20 977 íbúgvar (2011). Býurin er uppkallaður eftir týskaranum Johann Keetman. Býurin hevur oyðimarkar klima. Áðrenn hjálandatíðin byrjaði var økið kent sum ǂNuǂgoaes ella Swartmodder. Tann fyrsti hvíti niðursetimaðurin, Guilliam Visagie, búsettist her í 1785. Tann fyrsti kristni trúðboðarin Johann Georg Schröder, kom til býin hin 14. apríl 1866 og verður hesin dagur nú roknaður sum stovningardagurin fyri býin. 22 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini Árstal: 27 f.Kr. 26 f.Kr. 25 f.Kr. 24 f.Kr. 23 f.Kr. - 22 f.Kr. - 21 f.Kr. 20 f.Kr. 19 f.Kr. 18 f.Kr. 17 f.Kr. 31 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini Árstal: 36 f.Kr. 35 f.Kr. 34 f.Kr. 33 f.Kr. 32 f.Kr. - 31 f.Kr. - 30 f.Kr. 29 f.Kr. 28 f.Kr. 27 f.Kr. 26 f.Kr. 29 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini Árstal: 34 f.Kr. 33 f.Kr. 32 f.Kr. 31 f.Kr. 30 f.Kr. - 29 f.Kr. - 28 f.Kr. 27 f.Kr. 26 f.Kr. 25 f.Kr. 24 f.Kr. 32 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini Árstal: 37 f.Kr. 36 f.Kr. 35 f.Kr. 34 f.Kr. 33 f.Kr. - 32 f.Kr. - 31 f.Kr. 30 f.Kr. 29 f.Kr. 28 f.Kr. 27 f.Kr. Djibuti. Lýðveldið Djibuti (franskt: "République de Djibouti", arábiskt: "جمهورية جيبوتي‎") er eitt lítið land í Eysturafrika. Djibuti hevur mark við Etiopia, Eritrea og Somaliland. Landið hevur 810 179 íbúgvar (2014). Djibuti er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Djibuti. Lítla oyðimarkarlandið Djibuti gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1977. Flestu fólk har eru flakkfólk. Landið hevur stóran týdning fyri henda partin í Afrika, tí at høvuðsstaðurin, ið eisini eitur Djibuti, er einasti stóri havnabýur afrikamegin Reyðahav. Inntøkurnar frá havnini eru høvuðsgrundarlagið undir búskapinum í Djibuti. 41 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini Árstal: 46 f.Kr. 45 f.Kr. 44 f.Kr. 43 f.Kr. 42 f.Kr. - 41 f.Kr. - 40 f.Kr. 39 f.Kr. 38 f.Kr. 37 f.Kr. 36 f.Kr. 42 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini Árstal: 47 f.Kr. 46 f.Kr. 45 f.Kr. 44 f.Kr. 43 f.Kr. - 42 f.Kr. - 41 f.Kr. 40 f.Kr. 39 f.Kr. 38 f.Kr. 37 f.Kr. Komoroyggjar. Komoroyggjar (arábiskt: "جزر القمر") er eitt lítið oyggjaland í Eysturafrika. Oyggjarnar liggja í Indiska havinum í Mosambikk-sundinum millum Mosambikk og norðara endan av oynni Madagaskar. Landið hevur umleið 798 000 íbúgvar (2010). Landið tók loysing frá Fraklandi og gjørdist sjálvstøðug tjóð 6. juli 1975. Oyggin Mayotte var tá eisini ein partur av Komoroyggjunum, men árið eftir valdi fólkið á Mayotte at gerast partur av Fraklandi aftur. Fyrisitingarligt býti. Komorurnar eru uppbýttar í tríggjar sóknir, ið eisini eru tríggjar oyggjar: Grande Comore (Njazidja), Anjouan (Nzwani) og Mohéli (Mwali). Tað eru harumframt eisini fýra kommunur: Domoni, Fomboni, Moroni og Moutsamoudou. Limburg (Belgia). Limburg er ein landslutur í Belgia. Hasselt er høvuðsbýur í landslutinum. Hin 1. januar 2013 var fólkatalið í landslutinum 853 239. Antwerpen (landslutur). Antwerpen er ein landslutur í Belgia. Antwerpen er høvuðsbýur í landslutinum. Hin 1. januar 2013 var fólkatalið í landslutinum 1 793 377. Izmir. Izmir (İzmir; grikskt "Σμύρνη", á latínskum: Smyrna) er ein býur í Turkalandi og hevur 4 005 459 íbúgvar (2012). Borgarstjóri er Aziz Kocaoğlu. Býurin er ein havnabýur í vestara partinum av Turkalandi og liggur við Egearahavið í Miðjararhavinum. Býurin er fyrisitingarligur býur og høvuðsbýur í landslutinum við sama navni. Izmir er triðstørsti býur í Turkalandi, og stórstaðarkommunan umsitir 21 øki við tilsamans 4 005 459 íbúgvum í 2012, harav umleið 80% búgva í sjálvum býnum. Høvuðsvinnan er havnin, ið er ein av týdningarmiklastu í landinum, ídnaður og oljuvinna. Í býnum er ein NATO kommandostøð. Søga. Býurin varð stovnaður av aiolsikum grikkum undir fornøldini sum Μύῥρα (Mýrrha). Ár 688 f.Kr. varð býurin vunnin av jónum úr Kolofon, ið var nærhendis, og varð innlimaður í jóniska samveldið. Býurin varð lagdur í oyði av tí lydiska konginum Alyattes umleið ár 600 f.Kr., og síðan lá hann oyðin í umleið 300 ár, til hann varð bygdur aftur av Antigonos I Monofthalmos 4 km í ein útsynning av tí gamla býnum, úti við havið. Lysimachos gjørdi Smyrna til ein av vakrastu býunum í Eystri. Seinni hoyrdi býurin til tað sýriska og tað pergamenska ríkið, til hann ár 133 f.Kr. gjørdist partur av tí rómverska landslutinum "Asia". Harðir jarðskjálvtar vóru í Smyrna í 178 og 180 f.Kr., men býurin varð bygdur upp aftur av keisara varð av Marcus Aurelius. Býurin verður umrøddur sum Smyrna í Opinbering Jóhannesar, og Polykarpos doyði martyrdeyðan í Smyrna umleið ár 155. Í miðøldini hoyrdi býurin leingi til tað Byzantinska ríkið, síðan hoyri býurin til Lýðveldið Genova og Lýðveldið Venedisia áðrenn hann gjørdist høvuðsstøð hjá Maltesaraordanini. Maltersarariddararnir vóru riknir út ár 1402 av Timur Lenk, og ár 1425 tóku osmanarnir ræði á býnum. Undir Fyrra heimskríggi varð Smyrna undir álopi fleiri ferðir av teimum sameindu. Í býnum búði eitt stórt tal av grikkum, og sambært Sèvres friðaravtaluni í 1920, sum kom eftir fyrra heimskríggj, so fall býurin og økini kring býin til Grikkaland. Undir griksk-turkiska krígnum (1919-1922) varð býurin tó vunnin aftur av Turkalandi, og tað varð staðfefst í Lausanne-friðaravtaluni í 1923. Býurin hevur verið turkiskur síðan tá. Oman. Oman (arábiskt: "عمان‎") er eitt arábiskt sultanríki í Asia. Í 2018 hevði Oman 4.829.483 íbúgvar. Høvuðsstaðurin er Maskat (Muscat á enskum), sum eisini er størsti býur í landinum. Sultanríkið Oman liggur í landsynningshorninum á Arabianesi. Grannalondini eru: Jemen í ein útsynning, Saudiarabia í vestri og Sameindu Arábisku Emiratir í ein útnyrðing. Í landnyrðingspartinum hevur Oman strond við Omanflógva og í ein útsynning langa strond móti Arabiahavinum. Landið í landsynningshorninum á arabisku hálvoynni er sera turt. Inni í landinum er alt oyðimørk við spjøddum grønum, men fram við strondini dyrka teir dadlur, granatepli, sitrónir, tubbak og hveiti. Summir bøndur halda geit, seyð og neyt. Olja er tydningarmesta útflutningsvøran. Strondin í Oman er 1.700 km long, og fiskiskapur er eisini týdningarmikil vinna. Teir veiða mest sardinur, tunfisk, ansjósir og fisk, ið minnir um tosk, og høgguslokk. Útróðrarmenninir nýta holaðar træbátar við leysamotori. Í arabiskari søgn verður sagt, at ein glæsiligur býur, ið eitur Ubar, skuldi verða horvin í Suðuroman. Fornfrøðingar hava grivið út ein brunn og toftirnar av einum býi frá um 3.000 f. Kr. tætt við markið til Jemen. Summir serfrøðingar halda hetta verða horvna býin Ubar. Kirgistan. Kirgisia ella "Kirgisistan" (kirgisikst: Кыргызстан) er eitt land í Asia. Landið hevur umleið 5 776 500 íbúgvar (2014). Bisjkek er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Kirgisia. Kirgisia var fyrr ein partur av Sovjetsamveldinum, men gjørdist sjálvstøðug tjóð 25. desember 1991. Nú á døgum er Kirgisia eitt litið, ókent land. Har búgva umleið 5,7 milliónir fólk, og landið er 4,5 ferðir so stórt sum Danmark, ið hevur á leið sama íbúgvatal. Meira enn helvtin av Kirgisia er 2.500 m oman sjóvar, og tí verður landið stundum eisini kallað "miðasiatiska Sveis". Snjótaktu Tien Shan-fjøllini mynda landslagið; men djúpu áardalarnir eru fruktagóðir og grønir. Flestu fólk eru bøndur. Húsdýrahald er meginvinna í landbúnaðinum, tí har er so lítið dyrkilendi. Søga. Til 1991 var Kirgisia partur av tí stóra og máttmikla Sovjetsamveldinum. Tað var heimsins størsta land, og har búðu 280 milliónir fólk. Í Kirgisia, ella rættari sagt, í Kirgisiska Sovjetlýðveldinum, sum tað tá æt, høgdu tey uran, sum varð nýtt í sovjetsku framleiðsluni av kjarnorkuvápnum Eisini gjørdu tey royndir við kavbátatøkni í einum stórum vatni, langt burturi frá Vesturlendskum njósnarum Har vóru nógvar verksmiðjur, sum ímillum annað framleiddu maskinur og klædnavørur. Tey, sum áður vóru bøndur, hava verið fyri stórum broytingum. Meðan landið enn var partur av Sovjetsamveldinum, var jørðin savnað í stórar felagsgarðar, sum vóru felagsogn. Fólk starvaðust har sum arbeiðarar við ymiskum uppgávum, t.d. sum traktorførarar ella neytakonur. Nú á døgum er jørðin í Kirgisia einskild, og flestu teirra, sum áður vóru arbeiðarar á felagsgørðunum, hava fingið sína egnu jørð. Nógvum dámar hetta væl, hóast tað er trupult at fáast við landbúnað. Trot er á m.a. maskinum. Nú hava tey tó frælsi at ferðast hagar, tey vilja. Fólkið (kirgisar) kann eisini ráða í landi sínum. Búskapur. Kirgisia verður talt millum tey 30-40 fátækastu londini í heiminum í 2015. Nú á døgum stavar tann størsta inntøkan hjá Kirgisia frá at selja el, sum verður framleitt við vatnorku. Landið flytur eisini út gull og bummull. Mong steinsløg eru í Kirgisia. Gull og kyksilvur verða høgd til útflutnings, men kolið, oljuna og gassið nýta teir sjálvir. Góðir møguleikar eru at vinna ravmagnsorku burtur úr stríðu áunum, ið renna oman úr høgu fjøllunum, og nakrar vatnorkubyggingar eru gjørdar. Harumframt er lítið og einki av ídnaði. Nógv av tí, sum er til sølu í handlunum, er úr Kina. Nógv vóna, at ferðavinnan skal gera Kirgisia ríkari. Landið er avbera vakurt við kavakløddum fjallatindum, sum eru meira enn 7.000 metrar høgir. Har er eitt ógvuliga stórt vatn við frálíkum baðistrondum. Har eru gøtur til gonguferðir, og har er farvegur av gamlari mentan, til dømis málningar á hellu og bergi og minni um ta gomlu handilsfarleiðina millum Evropa og Kina. Men summarið er stutt í Kirgisia, veturin øgiliga kaldur, og landið er meira enn túsund kilometrar frá sjónum. Fólkið. Har búgva um leið 5,7 milliónir fólk, og landið er 4,5 ferðir so stórt sum Danmark, ið hevur á leið sama íbúgvatal. Meiri enn helmingurin av fólkinum í Kirgisia er kirgisar, ættaðir úr Mongolia. Mong eru flakkfólk og gitin fyri at vera kring á rossabaki. Størsti útlendski minnilutin eru russar, ið mest búgva í býunum, og sum til 1991 stýrdu øllum handli og ídnaði í landinum. Nú kirgisar eru vorðnir meiri tjóðskaparsinnaðir, eru mangir russar farnir heim aftur til Russlands. Meginparturin av fólkinum í Kirgisia livir nú á døgum av landbúnaði og húsdýrum. Nógv fólk, sum áður arbeiddu á fabrikkum ella skrivstovu, velta nú sjálv tann mat, teimum tørvar, ella liva sum nomadar við húsdýrum sínum. Onnur eru flutt til Russlands ella Kasakstan at leita eftir arbeiði. Í Kirgisia búgva í 2015 um leið 5,7 milliónir, harav umleið 80 % eru muslimar og 20 % kristin (Ortodoksa kirkjan). 50 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. Árstal: 55 f.Kr. 54 f.Kr. 53 f.Kr. 52 f.Kr. 51 f.Kr. - 50 f.Kr. - 49 f.Kr. 48 f.Kr. 47 f.Kr. 46 f.Kr. 45 f.Kr. 51 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. Árstal: 56 f.Kr. 55 f.Kr. 54 f.Kr. 53 f.Kr. 52 f.Kr. - 51 f.Kr. - 50 f.Kr. 49 f.Kr. 48 f.Kr. 47 f.Kr. 46 f.Kr. 60 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. Árstal: 65 f.Kr. 64 f.Kr. 63 f.Kr. 62 f.Kr. 61 f.Kr. - 60 f.Kr. - 59 f.Kr. 58 f.Kr. 57 f.Kr. 56 f.Kr. 55 f.Kr. 61 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. Árstal: 66 f.Kr. 65 f.Kr. 64 f.Kr. 63 f.Kr. 62 f.Kr. - 61 f.Kr. - 60 f.Kr. 59 f.Kr. 58 f.Kr. 57 f.Kr. 56 f.Kr. 20-árini f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. - 1. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini Ár: 29 f.Kr. 28 f.Kr. 27 f.Kr. 26 f.Kr. 25 f.Kr. 24 f.Kr. 23 f.Kr. 22 f.Kr. 21 f.Kr. 20 f.Kr. 30-árini f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. - 1. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini Ár: 39 f.Kr. 38 f.Kr. 37 f.Kr. 36 f.Kr. 35 f.Kr. 34 f.Kr. 33 f.Kr. 32 f.Kr. 31 f.Kr. 30 f.Kr. 40-árini f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. - 1. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini Ár: 49 f.Kr. 48 f.Kr. 47 f.Kr. 46 f.Kr. 45 f.Kr. 44 f.Kr. 43 f.Kr. 42 f.Kr. 41 f.Kr. 40 f.Kr. 50-árini f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. - 1. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. Ár: 59 f.Kr. 58 f.Kr. 57 f.Kr. 56 f.Kr. 55 f.Kr. 54 f.Kr. 53 f.Kr. 52 f.Kr. 51 f.Kr. 50 f.Kr. 60-árini f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. - 1. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. Ár: 69 f.Kr. 68 f.Kr. 67 f.Kr. 66 f.Kr. 65 f.Kr. 64 f.Kr. 63 f.Kr. 62 f.Kr. 61 f.Kr. 60 f.Kr. Anton Abele. Anton Amadé Abele (føddur 10. januar 1992 í Stokkhólmi) er ein svenskur politikari. Hann tók sæti í Riksdagen í 2010 sum 18-ára gamal og gjørdist harvið yngsti ríkisdagslimur í Svøríki nakrantíð. Hann umboðar Moderata samlingspartiet. Tobias Billström. Tobias Lennart Billström (føddur 27. desember 1973 í Malmö) er ein svenskur politikari. Hann hevur verið ríksdagslimur síðan 2002, umboðandi Malmö kommunu og síðan 6. oktober 2006 hevur hann verið migrasjónsráðharri í stjórnini hjá Reinfeldt. Jessica Rosencrantz. Jessica Rosencrantz (fødd 6. oktober 1987) er ein svenskur politikari. Hon hevur verið ríkisdagslimur síðan 2010 fyri Moderata samlingspartiet, hon umboðar Stokkhólms kommunu valdømi. Emile Roemer. Emile Gerardus Maria Roemer (føddur 24. august 1962 í Boxmeer) er ein niðurlendskur politikari. Síðan 2006 hevur hann verið limur í parlamentinum fyri Socialistische Partij (Javnaðarflokkurin). Síðan 5. mars 2010 hevur hann harumframt verið formaður fyri flokkin. Kees van der Staaij. Cornelis Gerrit (Kees) van der Staaij (føddur 12. september 1968 í Vlaardingen) er ein niðurlendskur politikari. 62 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. Árstal: 67 f.Kr. 66 f.Kr. 65 f.Kr. 64 f.Kr. 63 f.Kr. - 62 f.Kr. - 61 f.Kr. 60 f.Kr. 59 f.Kr. 58 f.Kr. 57 f.Kr. Moderata samlingspartiet. Moderata samlingspartiet, oftast stytt til Moderaterna og í Svøríki eisini til M, er ein liberalur-konservativur politiskur flokkur í Svøríki. Flokkurin er limur í Evropeiska Fólkaflokkinum. Frá 1952 til 1969 nevndi flokkurin seg "Högerpartiet". Í 1969 broytti flokkurin navn til "Moderata Samlingspartiet". Flokkurin stendur á odda fyri "Allians för Sverige", sum var eitt borgarligt alternavtiv til vinstrahallu stjórnina, áðrenn valið í Svøríki í 2006. Fýra mið-høgrasinnaðir flokkar slógu seg saman í eitt samstarv, og tað eydnaðist teimum at fáa stjórnarvaldið eftir ríksdagsvalið í 2006. Floksleiðarin er síðan 2015 Anna Kinberg Batra. Mikalojus Konstantinas Čiurlionis. Mikalojus Konstantinas Čiurlionis (føddur 22. september 1875 í Varėna, deyður 10. apríl 1910 í Pustelnik) var ein litaviskur komponistur og listamálari. Fredrik Reinfeldt. John Fredrik Reinfeldt (føddur 4. august 1965 í Österhaninge) er ein svenskur politikari, sum síðan 2003 hevur verið floksformaður fyri Moderaterna og síðan 6. oktober 2006 hevur verið forsætisráðharri Svøríkis. Sum floksleiðari endurnýggjaði hann flokkin við átakinum "De nya Moderaterna 2005", og var ein av teimum, ið stóð fyri borgarliga samstavinum "Allians för Sverige 2004". Á ríkisdagsvalinum 2010 fingu Moderatarnir yvir 30% av atkvøðunum, og stjórnin gav Reinfeldt enn eitt stjórnarskeið. Næst eftir E. G. Boström er hann tann ikki-sosialdemokratiski forsætisráðharrin, ið hevur sitið longst við valdinum út í eitt í Svøríki. Beyoncé. Beyoncé Giselle Knowles-Carter, kend sum Beyoncé (fødd 4. september 1981 í Houston) er ein amerikonsk songkvinna og sjónleikarinna. 70 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. Árstal: 75 f.Kr. 74 f.Kr. 73 f.Kr. 72 f.Kr. 71 f.Kr. - 70 f.Kr. - 69 f.Kr. 68 f.Kr. 67 f.Kr. 66 f.Kr. 65 f.Kr. 70-árini f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. - 1. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. Ár: 79 f.Kr. 78 f.Kr. 77 f.Kr. 76 f.Kr. 75 f.Kr. 74 f.Kr. 73 f.Kr. 72 f.Kr. 71 f.Kr. 70 f.Kr. 80-árini f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. - 1. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. Ár: 89 f.Kr. 88 f.Kr. 87 f.Kr. 86 f.Kr. 85 f.Kr. 84 f.Kr. 83 f.Kr. 82 f.Kr. 81 f.Kr. 80 f.Kr. 71 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. Árstal: 76 f.Kr. 75 f.Kr. 74 f.Kr. 73 f.Kr. 72 f.Kr. - 71 f.Kr. - 70 f.Kr. 69 f.Kr. 68 f.Kr. 67 f.Kr. 66 f.Kr. 72 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. Árstal: 77 f.Kr. 76 f.Kr. 75 f.Kr. 74 f.Kr. 73 f.Kr. - 72 f.Kr. - 71 f.Kr. 70 f.Kr. 69 f.Kr. 68 f.Kr. 67 f.Kr. 80 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. Árstal: 85 f.Kr. 84 f.Kr. 83 f.Kr. 82 f.Kr. 81 f.Kr. - 80 f.Kr. - 79 f.Kr. 78 f.Kr. 77 f.Kr. 76 f.Kr. 75 f.Kr. 81 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. Árstal: 86 f.Kr. 85 f.Kr. 84 f.Kr. 83 f.Kr. 82 f.Kr. - 81 f.Kr. - 80 f.Kr. 79 f.Kr. 78 f.Kr. 77 f.Kr. 76 f.Kr. 82 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. Árstal: 87 f.Kr. 86 f.Kr. 85 f.Kr. 84 f.Kr. 83 f.Kr. - 82 f.Kr. - 81 f.Kr. 80 f.Kr. 79 f.Kr. 78 f.Kr. 77 f.Kr. 52 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. Árstal: 57 f.Kr. 56 f.Kr. 55 f.Kr. 54 f.Kr. 53 f.Kr. - 52 f.Kr. - 51 f.Kr. 50 f.Kr. 49 f.Kr. 48 f.Kr. 47 f.Kr. 23 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini Árstal: 28 f.Kr. 27 f.Kr. 26 f.Kr. 25 f.Kr. 24 f.Kr. - 23 f.Kr. - 22 f.Kr. 21 f.Kr. 20 f.Kr. 19 f.Kr. 18 f.Kr. 24 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini Árstal: 29 f.Kr. 28 f.Kr. 27 f.Kr. 26 f.Kr. 25 f.Kr. - 24 f.Kr. - 23 f.Kr. 22 f.Kr. 21 f.Kr. 20 f.Kr. 19 f.Kr. 25 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini Árstal: 30 f.Kr. 29 f.Kr. 28 f.Kr. 27 f.Kr. 26 f.Kr. - 25 f.Kr. - 24 f.Kr. 23 f.Kr. 22 f.Kr. 21 f.Kr. 20 f.Kr. 90 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. Árstal: 95 f.Kr. 94 f.Kr. 93 f.Kr. 92 f.Kr. 91 f.Kr. - 90 f.Kr. - 89 f.Kr. 88 f.Kr. 87 f.Kr. 86 f.Kr. 85 f.Kr. 90-árini f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. - 1. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. Ár: 99 f.Kr. 98 f.Kr. 97 f.Kr. 96 f.Kr. 95 f.Kr. 94 f.Kr. 93 f.Kr. 92 f.Kr. 91 f.Kr. 90 f.Kr. 26 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini Árstal: 31 f.Kr. 30 f.Kr. 29 f.Kr. 28 f.Kr. 27 f.Kr. - 26 f.Kr. - 25 f.Kr. 24 f.Kr. 23 f.Kr. 22 f.Kr. 21 f.Kr. 27 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini Árstal: 32 f.Kr. 31 f.Kr. 30 f.Kr. 29 f.Kr. 28 f.Kr. - 27 f.Kr. - 26 f.Kr. 25 f.Kr. 24 f.Kr. 23 f.Kr. 22 f.Kr. 28 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. - 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini 20-árini Árstal: 33 f.Kr. 32 f.Kr. 31 f.Kr. 30 f.Kr. 29 f.Kr. - 28 f.Kr. - 27 f.Kr. 26 f.Kr. 25 f.Kr. 24 f.Kr. 23 f.Kr. Ségolène Royal. Marie-Ségolène Royal (fødd 22. september 1953 í Dakar í Senegal) er ein franskur politikari. Hin 16. november 2006 varð hon av limunum í Sosialistaflokkinum (Parti Socialiste) vald til valevni teirra til franska forestavalið í apríl og mai 2007. Í fyrsta umfari gjørdist hon nummar tvey við 25% av atkvøðunum, men við aðru rundu fekk hon 46,7% og tapti móti Sarkozy, ið fekk 53,3%. Í fleiri ár helt hon saman við François Hollande, sum hon eigur fýra børn saman við. Hann var formaður fyri Parti Socialiste frá 1997 til 2008. Anna Grodzka. Anna Grodzka (fødd 16. mars 1954 í Otwock sum Krzysztof Bogdan Bęgowski) er ein pólskur politikari. Anna Grodzka er transkynd og er tann fyrsti transkyndi persónurin, ið varð vald inn í pólska tjóðartingið. Hon er útbúgvin innan kliniska sálarfrøði frá Univeristetinum í Warszawa. Hon var limur í Demokratisku vinstrafylkingini í fleiri ár, men noyddist at fara úr flokkinum, eftira hon stillaði upp fyri Palikotrørsluna í 2011. Hin 9. oktober 2011 varð hon vald inn í Sejm. Síðan juni 2014 er hon limur í tí grøna flokkinum Zieloni. Baruch Spinoza. Baruch Spinoza (føddur Benedito de Espinosa, 24. november 1632 í Amsterdam, deyður 21. februar 1677 í Den Haag) var niðurlendskur heimspekingur. Sámoa. "Samoa má ikki blandast við amerikanska øki American Samoa, ið liggur beint eystanfyri." Lýðveldið Sámoa, kent eisini sum Vestursámoa, er eitt oyggjaland í Kyrrahavinum. Lýðveldið Sámoa er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Sámoaoyggjarnar. Oyggjabólkurin fevnir eisini um oyggjarnar Sāmoa Amelika (Amerikanska Sámoa). Høvuðsstaðurin eitur Apia. Almenn mál í Sámoa eru enskt og sámoskt. Maja Ivarsson. Maja Hanna Maria Ivarsson (fødd 2. oktober 1979 í Åhus) er ein svensk songkvinna. Hon er kend frá bólkinum The Sounds, har hon er forsangari. Hon gjørdist limur í bólkinum í 1999. Í 2002 gav bólkurin út fyrstu útgávu sina, "Living in America", ið fekk høgar plaseringar á hittlistum í Svøríki og USA. Maja búði fyrstu árini í Åhus, men síðan flutti familja hennara til Helsingborg at búgva. Maja býr nú í Malmø. 73 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. Árstal: 78 f.Kr. 77 f.Kr. 76 f.Kr. 75 f.Kr. 74 f.Kr. - 73 f.Kr. - 72 f.Kr. 71 f.Kr. 70 f.Kr. 69 f.Kr. 68 f.Kr. Sørensen. Sørensen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er 20. vanligasta eftirnavnið í Føroyum og 8. vanligasta eftirnavnið í Danmark. Eftirnavnið merkir "Sonur Søren". Rasmussen. Rasmussen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er 11. vanligasta eftirnavnið í Føroyum og 9. vanligasta eftirnavnið í Danmark. Eftirnavnið merkir "Sonur Rasmus". Mikronesiasamveldið. Mikronesiasamveldið er eitt oyggjaland í Kyrrahavinum. Høvuðsstaðurin eitur Palikir. Mikronesiasamveldið er eitt sambandsríki og oyggjaríki í Mikronesia í Osiania. Oyggjarnar vóru partur av USA frá 1947 til 1990, men gjørdust sjálvstøðugt ríki í samband við USA í 1986. Oyggjarnar eru limir í Compact of Free Association, ið merkir at USA hevur hernaðarliga valdið og at oyggjarnar samstundis fáa menningarhjálp úr USA. Mikronesiasamveldið er eitt av fáu londunum í ST, ið ongantíð atkvøðir øðrvísi enn USA. Mikronesiasamveldið er tilsamans okkurt um 607 oyggjar og er býtt sundur í fýra lutstatir. Oyggjarnar liggja vestur úr Filippinunum og norðan fyri Papua Nýguinea. Mikkelsen. Mikkelsen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er 18. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Eftirnavnið merkir "Sonur Mikkel". Danielsen. Danielsen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er 14. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Eftirnavnið merkir "Sonur Daniel". Steffan Danielsen. Johan Steffan Danielsen (føddur 3. september 1922 í Nólsoy, deyður 28. mai 1976 í Tórshavn) var føroyskur listamálari. 74 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. Árstal: 79 f.Kr. 78 f.Kr. 77 f.Kr. 76 f.Kr. 75 f.Kr. - 74 f.Kr. - 73 f.Kr. 72 f.Kr. 71 f.Kr. 70 f.Kr. 69 f.Kr. 75 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. Árstal: 80 f.Kr. 79 f.Kr. 78 f.Kr. 77 f.Kr. 76 f.Kr. - 75 f.Kr. - 74 f.Kr. 73 f.Kr. 72 f.Kr. 71 f.Kr. 70 f.Kr. 76 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. Árstal: 81 f.Kr. 80 f.Kr. 79 f.Kr. 78 f.Kr. 77 f.Kr. - 76 f.Kr. - 75 f.Kr. 74 f.Kr. 73 f.Kr. 72 f.Kr. 71 f.Kr. 6. øld f.Kr.. 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. 7. øld f.Kr.. 8. øld f.Kr. – 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. Egil á Bø. Egil á Bø (fyrr: Zachariassen, føddur 2. apríl 1974) er føroyskur fótbóltsleikari sum leikar við Streymi. Hann hevur spælt 14 A-landsdystir fyri Føroyar frá 2008 til 2010 og gjørdi eitt mál. Hann var tann elsti debutanturin nakrantíð á føroyska landsliðnum, hann var 34 ár, 4 mánaðir og 18 dagar, tá hann spældi sín fyrsta A-landsdyst, ið var ein vinardystur móti Portugal á útivølli. Leif Niclasen. Leif Niclasen (føddur 1. oktober 1986) er føroyskur fótbóltsleikari sum leikar við Streymi. Marni Djurhuus. Marni Djurhuus (føddur 6. september 1985) er føroyskur fótbóltsleikari sum leikar við Streymi. Pætur Dam Jacobsen. Pætur Dam Jacobsen (føddur 5. desember 1982) er føroyskur fótbóltsleikari sum leikar við Skála ÍF. Hann hevur spælt 4 A-landsdystir fyri Føroyar. Levi Hanssen. Levi Hanssen (føddur 24. februar 1988) er føroyskur fótbóltsleikari sum leikar við Havnar Bóltfelag. 77 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. Árstal: 82 f.Kr. 81 f.Kr. 80 f.Kr. 79 f.Kr. 78 f.Kr. - 77 f.Kr. - 76 f.Kr. 75 f.Kr. 74 f.Kr. 73 f.Kr. 72 f.Kr. 78 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. Árstal: 83 f.Kr. 82 f.Kr. 81 f.Kr. 80 f.Kr. 79 f.Kr. - 78 f.Kr. - 77 f.Kr. 76 f.Kr. 75 f.Kr. 74 f.Kr. 73 f.Kr. 79 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. Árstal: 84 f.Kr. 83 f.Kr. 82 f.Kr. 81 f.Kr. 80 f.Kr. - 79 f.Kr. - 78 f.Kr. 77 f.Kr. 76 f.Kr. 75 f.Kr. 74 f.Kr. Kenza Zouiten. Kenza Zouiten (fødd 21. apríl 1991 í Stokkhólmi) er ein svensk modell og bloggari. John Petersen (fótbóltsleikari). John Petersen (føddur 22. apríl 1972 á Skála) er ein føroyskur fyrrverandi fótbóltslandsliðsleikari og fótbóltsvenjari. Hann hevur spælt 55 A-landsdystir og skorað 8 mál fyri Føroyar. Hann hevur spælt við føroysku feløgunum Skála ÍF, B36, GÍ og B68 og við donsku feløgunum Skive IK og Holstebro BK og íslendska felagnum ÍF Leiftur. Hann hevur verið venjari hjá Skála og B36. 33 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini Árstal: 38 f.Kr. 37 f.Kr. 36 f.Kr. 35 f.Kr. 34 f.Kr. - 33 f.Kr. - 32 f.Kr. 31 f.Kr. 30 f.Kr. 29 f.Kr. 28 f.Kr. 34 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini Árstal: 39 f.Kr. 38 f.Kr. 37 f.Kr. 36 f.Kr. 35 f.Kr. - 34 f.Kr. - 33 f.Kr. 32 f.Kr. 31 f.Kr. 30 f.Kr. 29 f.Kr. 43 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini Árstal: 48 f.Kr. 47 f.Kr. 46 f.Kr. 45 f.Kr. 44 f.Kr. - 43 f.Kr. - 42 f.Kr. 41 f.Kr. 40 f.Kr. 39 f.Kr. 38 f.Kr. 44 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini Árstal: 49 f.Kr. 48 f.Kr. 47 f.Kr. 46 f.Kr. 45 f.Kr. - 44 f.Kr. - 43 f.Kr. 42 f.Kr. 41 f.Kr. 40 f.Kr. 39 f.Kr. 53 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. Árstal: 58 f.Kr. 57 f.Kr. 56 f.Kr. 55 f.Kr. 54 f.Kr. - 53 f.Kr. - 52 f.Kr. 51 f.Kr. 50 f.Kr. 49 f.Kr. 48 f.Kr. 54 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. Árstal: 59 f.Kr. 58 f.Kr. 57 f.Kr. 56 f.Kr. 55 f.Kr. - 54 f.Kr. - 53 f.Kr. 52 f.Kr. 51 f.Kr. 50 f.Kr. 49 f.Kr. 63 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. Árstal: 68 f.Kr. 67 f.Kr. 66 f.Kr. 65 f.Kr. 64 f.Kr. - 63 f.Kr. - 62 f.Kr. 61 f.Kr. 60 f.Kr. 59 f.Kr. 58 f.Kr. 64 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. Árstal: 69 f.Kr. 68 f.Kr. 67 f.Kr. 66 f.Kr. 65 f.Kr. - 64 f.Kr. - 63 f.Kr. 62 f.Kr. 61 f.Kr. 60 f.Kr. 59 f.Kr. 91 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. Árstal: 96 f.Kr. 95 f.Kr. 94 f.Kr. 93 f.Kr. 92 f.Kr. - 91 f.Kr. - 90 f.Kr. 89 f.Kr. 88 f.Kr. 87 f.Kr. 86 f.Kr. 92 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. Árstal: 97 f.Kr. 96 f.Kr. 95 f.Kr. 94 f.Kr. 93 f.Kr. - 92 f.Kr. - 91 f.Kr. 90 f.Kr. 89 f.Kr. 88 f.Kr. 87 f.Kr. 83 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. Árstal: 88 f.Kr. 87 f.Kr. 86 f.Kr. 85 f.Kr. 84 f.Kr. - 83 f.Kr. - 82 f.Kr. 81 f.Kr. 80 f.Kr. 79 f.Kr. 78 f.Kr. 84 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. Árstal: 89 f.Kr. 88 f.Kr. 87 f.Kr. 86 f.Kr. 85 f.Kr. - 84 f.Kr. - 83 f.Kr. 82 f.Kr. 81 f.Kr. 80 f.Kr. 79 f.Kr. 93 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. Árstal: 98 f.Kr. 97 f.Kr. 96 f.Kr. 95 f.Kr. 94 f.Kr. - 93 f.Kr. - 92 f.Kr. 91 f.Kr. 90 f.Kr. 89 f.Kr. 88 f.Kr. 94 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. Árstal: 99 f.Kr. 98 f.Kr. 97 f.Kr. 96 f.Kr. 95 f.Kr. - 94 f.Kr. - 93 f.Kr. 92 f.Kr. 91 f.Kr. 90 f.Kr. 89 f.Kr. 35 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini Árstal: 40 f.Kr. 39 f.Kr. 38 f.Kr. 37 f.Kr. 36 f.Kr. - 35 f.Kr. - 34 f.Kr. 33 f.Kr. 32 f.Kr. 31 f.Kr. 30 f.Kr. 36 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini Árstal: 41 f.Kr. 40 f.Kr. 39 f.Kr. 38 f.Kr. 37 f.Kr. - 36 f.Kr. - 35 f.Kr. 34 f.Kr. 33 f.Kr. 32 f.Kr. 31 f.Kr. 37 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini Árstal: 42 f.Kr. 41 f.Kr. 40 f.Kr. 39 f.Kr. 38 f.Kr. - 37 f.Kr. - 36 f.Kr. 35 f.Kr. 34 f.Kr. 33 f.Kr. 32 f.Kr. 38 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini Árstal: 43 f.Kr. 42 f.Kr. 41 f.Kr. 40 f.Kr. 39 f.Kr. - 38 f.Kr. - 37 f.Kr. 36 f.Kr. 35 f.Kr. 34 f.Kr. 33 f.Kr. 39 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. - 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini 10-árini Árstal: 44 f.Kr. 43 f.Kr. 42 f.Kr. 41 f.Kr. 40 f.Kr. - 39 f.Kr. - 38 f.Kr. 37 f.Kr. 36 f.Kr. 35 f.Kr. 34 f.Kr. Örebro län. Örebro län er ein sýsla í Svøríki. Høvuðsstaðurin í Örebro län er Örebro. Örebro län hevur 286 079 íbúgvar (2014) og eina vídd við 8 517 km². Västmanlands län. Västmanlands län er ein sýsla í Svøríki. Høvuðsstaðurin í Västmanlands län er Västerås. Västmanlands län hevur 259 740 íbúgvar (2014) og eina vídd við 5 146 km². .bq. .bq er eitt alnets-tjóðarøkisnavn, sum er bílagt til Bonaire, Sint Eustatius og Saba. 555 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 600-árini f.Kr. 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. - 550-árini f.Kr. - 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. Árstal: 560 f.Kr. 559 f.Kr. 558 f.Kr. 557 f.Kr. 556 f.Kr. - 555 f.Kr. - 554 f.Kr. 553 f.Kr. 552 f.Kr. 551 f.Kr. 550 f.Kr. Daniel Kowalski. Daniel Steven Kowalski (føddur 2. juli 1975 í Singapor) er ein avstralskur svimjari. Hann vann heiðursmerki á Summar-OL 1996 og Summar-OL 2000. Sára Ryggshamar Nysted. Sára Ryggshamar Nysted (fødd 19. januar 2001 í Vági) er ein føroyskur svimjari, ið svimur fyri Susvim og Føroyar. Bæði foreldur hennara, Anita Ryggshamar og Jóhannes Nysted úr Vági, eru fyrrverandi landsliðssvimjarar og hava bæði luttikið á Oyggjaleikum fyri Føroyar. Hin 9. januar 2016 setti hon tað fyrsta føroyska metið, ið er sett á langgeil í Føroyum, tá ið hon setti met í 400 metrum frísvimjing við tíðini 4:24.20 á Susvim Stevnu 2016 í Páls Høll í Vági. Reykjavik International Games 2016. Sára setti juniormet í 100 metrar firvald á 1:06.58. Poula Øssursdóttir Mohr átti juniormetið á 1:09.23 frá 2010. Sára setti juniormet í 100 m rygg við tíðini 1:06.39. Signhild Joensen úr Ægir átti juniormetið á 1:06.90, frá Evropeisku Leikunum í Baku í 2015. Sára setti føroyskt met í 200 m firvald, tá ið hon svam innleiðandi kapping við tíðini 2.33.76. Føroya fyrsta langgeil svimjikapping í Páls Høll 2016. Sára luttók á Føroya fyrstu langgeil svimjikapping, ið varð hildin í Páls Høll í Vági hin 9. januar 2016. Sára setti trý nýggj føroysk met. Fyrst setti hon met í 400 m frí við tíðini 4:24.20, tað var fyrsta met sett á langgeil í Føroyum. Síðan setti hon met í 100 m frí við tíðini 58.91, og at enda setti tók hon metið í 800 metrum frí, ið Mona Simonsen setti á HM í 2007 í Melbourne. Nýggja metið hjá Sáru í 800 m frí var 9:12.01. NM og NJM á stuttgeil 2015. Gentustafettin setti stórt nýtt føroyskt juniormet fyri landslið, tá ið tær svumu 4x100 frí uppá 3:56.68, har gamla metið var 4:02.35 frá NJM 2010. Tær sum svumu vóru Signhild Joensen úr Ægir, Sára Nysted úr SuSvim, og Jana Thomsen og Barbara Debes úr Ægir. HeimsMeistarastevna fyri Juniorar 2015 í Singapore. Føroyar hevði tveir luttakarar til HeimsMeistarastevnuna fyri Juniorar 2015 í Singapor, Sára Nysted og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard. NMU 2015. a> úr Susvim á móttøku í Vági í juli 2015. Reykjavík International Games 2015. Sára luttók á svimjistevnu í Íslandi frá 16. til 18. januar 2015. Hon vann fleiri heiðursmerki og setti fleiri nýggj føroysk juniormet. Eitt nú svam hon við tíðini 1:00.17 í innleiðandi kapppping og setti nýtt føroyskt juniormet í 100 metrum frí, hon vann gull í unglingakappingini fyri gentur yngri enn 14 ár og kom samstundis í opnu A-finaluna. Hon svam skjótastu tíð av 30 luttakrarum í bólkinum fyri gentur 14 ár og yngri. Johan Kenkhuis. Johan Kenkhuis (føddur 7. mai 1980 í Vriezenveen) er ein niðurlendskur svimjari. Hann vann heiðursmerki á Summar-OL 2000 og Summar-OL 2004. 554 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 600-árini f.Kr. 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. - 550-árini f.Kr. - 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. Árstal: 559 f.Kr. 558 f.Kr. 557 f.Kr. 556 f.Kr. 555 f.Kr. - 554 f.Kr. - 553 f.Kr. 552 f.Kr. 551 f.Kr. 550 f.Kr. 549 f.Kr. Róland Toftum. Róland Toftum (føddur 1998) úr Vági er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Susvim og Føroyar. Hann er fyrsti føroyingur, ið hevur svomið 50 metrar bringu á langgeil undir 30 sekund. Danish Open 2016. Róland luttók saman við øðrum føroyskum svimjarum á Danish Open í Bellahøj í apríl 2016. Hann setti tvær ferðir nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metrar bringu, fyrst í innleiðandi riðlunum við tíðini 29.89. Hann gjørdist harvið fyrsti føroyingur, ið hevur svomið 50 metrar bringu á langgeil undir 30 sekund. Hann svam í fýra B-finalum, tað var í 50, 100 og 200 bringu og í 50 m frí. FM á langgeil 2016. Fyrsta FM-svimjikappingin á langgeil nakrantíð varð hildin í Páls Høll í Vági vikuskiftið frá 11. til 13. mars 2016. Róland vann fleiri heiðursmerki og setti føroysk met. Reykjavík International Games 2016. Róland setti nýtt føroyskt met og juniormet í 50 m bringu á langgeil í innleiðandi riðlum við tíðini 30.45. Pál Joensen átti gamla metið á 30.65 frá Bergen Swim Festival 2015. Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag átti føroyska juniormetið á 31:81, frá Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Póllandi í 2013. Róland setti nýtt føroyskt juniormet í innleiðandi kapping í 100 metrum bringu við tíðini 1:07.76. Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag átti juniormetið á 1:08.93 frá 2013. NM og NJM á stuttgeil í 2015 í Bergen. Róland setti trý juniormet á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni á stuttgeil, ið varð hildin í Bergen í desember 2015. Hann setti juniormet í 200 m bringu, fyrst í innleiðandi riðlunum við tíðini 2:19.52 og síðan í finaluni við tíðini 2:19.37. Róland setti eisini nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á NM/NJM 2015 í Bergen svam teinin uppá 1:04.43. FM í svimjing 2015. Róland setti føroyskt juniormet í 200 bringu við tíðini 2:21.33. Reykjavík International Games 2015. Kappingin var hildin vikuskifti 16. til 18. januar 2015. FM 2014. Róland luttók á FM í svimjing 2014, sum varð hildið í Havn vikuskiftið 16., 17. og 18. mai 2014. Hann vann fleiri heiðursmerki bæði í einstaklingakappingum og liðkappingum. Besta úrslitið hjá honum var í liðkapping í 4 ferðir 50 metrum frí, har ið teir settu nýtt føroyskt met. Á stevnuni varð hann eisini kosin sum "Ársins stjørnuskot 2014" hjá monnunum. Meistarastevna fyri ung 2014. Róland luttók á Meistarastevnu fyri ung í Svimjihøllini í Havn 25. og 26. apríl 2014. Hann gjørdist mest vinnandi drongur og næst mest vinnandi av øllum, næst eftir Sáru R. Nysted. Róland vann 12 gull, 2 silvur og 1 bronsu heiðursmerki. NMU 2013. Róland luttók á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung, sum varð hildin í Reykjavík í juli 2013. Dam. Dam er 19. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Thomsen. Thomsen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er 8. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Eftirnavnið merkir "Sonur Thomas". Simonsen. Simonsen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er 12. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Eftirnavnið merkir "Sonur Simon". 45 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini Árstal: 50 f.Kr. 49 f.Kr. 48 f.Kr. 47 f.Kr. 46 f.Kr. - 45 f.Kr. - 44 f.Kr. 43 f.Kr. 42 f.Kr. 41 f.Kr. 40 f.Kr. 46 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini Árstal: 51 f.Kr. 50 f.Kr. 49 f.Kr. 48 f.Kr. 47 f.Kr. - 46 f.Kr. - 45 f.Kr. 44 f.Kr. 43 f.Kr. 42 f.Kr. 41 f.Kr. 55 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. Árstal: 60 f.Kr. 59 f.Kr. 58 f.Kr. 57 f.Kr. 56 f.Kr. - 55 f.Kr. - 54 f.Kr. 53 f.Kr. 52 f.Kr. 51 f.Kr. 50 f.Kr. 65 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. Árstal: 70 f.Kr. 69 f.Kr. 68 f.Kr. 67 f.Kr. 66 f.Kr. - 65 f.Kr. - 64 f.Kr. 63 f.Kr. 62 f.Kr. 61 f.Kr. 60 f.Kr. Johansen. Johansen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er 10. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Eftirnavnið merkir "Sonur Johan". Nielsen. Nielsen er eitt norðurlendskt eftirnavn, tað er 9. vanligasta eftirnavnið í Føroyum og 2. vanligasta eftirnavnið í Danmark. Eftirnavnið merkir "Sonur Niels". FM í svimjing 2014. FøroyaMeistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2014 varð hildin í Havn vikuskiftið 16., 17. og 18. mai. Susvim vann flest gull heiðursmerki bæði bæði í juniorbólkinum og í opna bólkinum, Ægir næstflest og síðani Havnar Svimjifelag triðfest í juniorbólkinum og FLOT triðflest í opna bólkinum. Føroysk met og juniormet á JM/FM 2014. Ásbjørg Hjelm setti føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, umframt juniormet í 100 metra bringusvimjing. Emma Festirstein Nystrøm setti føroyskt met í 200 metra bringusvimjing. Og SuSvim menn settu føroyskt met í 4x50 metra frísvimjing. Juniormet á JM/FM 2014. - Eva Trygvadóttir (1996), Ægir átti juniormetið á 34.19 frá FM/JM 2011 - Turið S. Christiansen (1996), Ægir átti juniormetið á 1:14.70 frá HS-stevnu í apríl 2011 Føroysk met á JM/FM 2014. - Eva Trygvadóttir (1996), Ægir átti juniormetið á 34.19 frá FM/JM 2011 - Turið S. Christiansen (1996), Ægir átti føroyska metið á 2:37.64 frá Ægir-stevnu í november 2011 SuSvim átti føroyska metið á 1:35.06 frá FM/JM 2013 - Róland Toftum 24.72, Høgni Simonsen 23.86, Eyðbjørn Joensen 23.43, Pál Joensen 23.05 Pál meira enn 100 gullmerki á Føroyameistarastevnu. Pál Joensen skrivaði søgu við at fara upp um 100 føroyameistaraheiti tilsamans, fyrst íroknað liðsvimjingar og síðani sum einstaklingur, soleiðis at hann nú tilsamans hevur vunnið 101 gullheiðursmerki sum einstaklingur, 14 silvur og 5 úr bronsu, umframt 4 gull, 11 silvur og 6 bronsur sum partur av liðsvimjing. Ella í alt 105 gullmerki, 25 silvur og 11 bronsur. Pál tangeraði eisini sítt met í flest gullheiðursmerki vunnið á somu Føroyameistarastevnu, við nú at vinna 15 gull og 1 silvur. Telja vit øll heiðursmerki við, so var avrik hansara á FM 2008 tó enn meira dominerandi, 15 gull, 1 silvur og 3 bronsur. 100 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. Árstal: 105 f.Kr. 104 f.Kr. 103 f.Kr. 102 f.Kr. 101 f.Kr. - 100 f.Kr. - 99 f.Kr. 98 f.Kr. 97 f.Kr. 96 f.Kr. 95 f.Kr. 101 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. Árstal: 106 f.Kr. 105 f.Kr. 104 f.Kr. 103 f.Kr. 102 f.Kr. - 101 f.Kr. - 100 f.Kr. 99 f.Kr. 98 f.Kr. 97 f.Kr. 96 f.Kr. 100-árini f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. - 2. øld f.Kr. - 1. øld f.Kr. Áratíggju: 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. Ár: 109 f.Kr. 108 f.Kr. 107 f.Kr. 106 f.Kr. 105 f.Kr. 104 f.Kr. 103 f.Kr. 102 f.Kr. 101 f.Kr. 100 f.Kr. 102 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. Árstal: 107 f.Kr. 106 f.Kr. 105 f.Kr. 104 f.Kr. 103 f.Kr. - 102 f.Kr. - 101 f.Kr. 100 f.Kr. 99 f.Kr. 98 f.Kr. 97 f.Kr. 103 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. Árstal: 108 f.Kr. 107 f.Kr. 106 f.Kr. 105 f.Kr. 104 f.Kr. - 103 f.Kr. - 102 f.Kr. 101 f.Kr. 100 f.Kr. 99 f.Kr. 98 f.Kr. 104 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. Árstal: 109 f.Kr. 108 f.Kr. 107 f.Kr. 106 f.Kr. 105 f.Kr. - 104 f.Kr. - 103 f.Kr. 102 f.Kr. 101 f.Kr. 100 f.Kr. 99 f.Kr. 47 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini Árstal: 52 f.Kr. 51 f.Kr. 50 f.Kr. 49 f.Kr. 48 f.Kr. - 47 f.Kr. - 46 f.Kr. 45 f.Kr. 44 f.Kr. 43 f.Kr. 42 f.Kr. 48 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini Árstal: 53 f.Kr. 52 f.Kr. 51 f.Kr. 50 f.Kr. 49 f.Kr. - 48 f.Kr. - 47 f.Kr. 46 f.Kr. 45 f.Kr. 44 f.Kr. 43 f.Kr. 49 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. - 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. 0-árini Árstal: 54 f.Kr. 53 f.Kr. 52 f.Kr. 51 f.Kr. 50 f.Kr. - 49 f.Kr. - 48 f.Kr. 47 f.Kr. 46 f.Kr. 45 f.Kr. 44 f.Kr. Hentze. Hentze er 24. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Í 2013 vóru tað 192 mannfólk og 171 konufólk í Føroyum við eftirnavninum Hentze. Midjord. Midjord er eitt eftirnavn, sum í 2019 var 36. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Navnið Midjord er av Miðgerði í Kollafirði og er farið um stóran part av landinum. Tað eru nokk so nógv fólk í Suðuroynni, ella fólk ið eru ættaði úr Suðri, ið eita Midjord til eftirnavn, t.d. í bygdini Akrar, vóru tað ein stórur partur av fólkunum, ið búðu har í 1916, tá fólkateljing var, ið høvdu Midjord til eftirnavn, tað vóru 29 av 44 fólkum við eftirnavninum Midjord. Fornøvn í Føroyum. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir 10 av teimum vanligastu fornøvnunum hjá konufólki og mannfólki í Føroyum árið 2012. Rannvá. Rannvá er 5. vanligasta konufólkanavnið í Føroyum. Heidi. Heidi er 8. vanligasta konufólkanavnið í Føroyum. Navnið er úr týskum, stytting av nøvnum sum Adelheid og Heidrun. Tað gjørdist vælumtókt orsakað av skaldsøguni við sama heiti, sum Johanna Spyri skrivaði í 1880. Bókin bleiv eisini filmatiserað og hevur eisini verið víst í føroyska sjónvarpinum sum "Heidi og fjallabbin". 553 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 600-árini f.Kr. 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. - 550-árini f.Kr. - 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. Árstal: 558 f.Kr. 557 f.Kr. 556 f.Kr. 555 f.Kr. 554 f.Kr. - 553 f.Kr. - 552 f.Kr. 551 f.Kr. 550 f.Kr. 549 f.Kr. 548 f.Kr. 111 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. Árstal: 116 f.Kr. 115 f.Kr. 114 f.Kr. 113 f.Kr. 112 f.Kr. - 111 f.Kr. - 110 f.Kr. 109 f.Kr. 108 f.Kr. 107 f.Kr. 106 f.Kr. 110 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. Árstal: 115 f.Kr. 114 f.Kr. 113 f.Kr. 112 f.Kr. 111 f.Kr. - 110 f.Kr. - 109 f.Kr. 108 f.Kr. 107 f.Kr. 106 f.Kr. 105 f.Kr. 110-árini f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. - 2. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. Ár: 119 f.Kr. 118 f.Kr. 117 f.Kr. 116 f.Kr. 115 f.Kr. 114 f.Kr. 113 f.Kr. 112 f.Kr. 111 f.Kr. 110 f.Kr. 112 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. Árstal: 117 f.Kr. 116 f.Kr. 115 f.Kr. 114 f.Kr. 113 f.Kr. - 112 f.Kr. - 111 f.Kr. 110 f.Kr. 109 f.Kr. 108 f.Kr. 107 f.Kr. Annika. Annika er 3. vanligasta konufólkanavnið í Føroyum. 105 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. Árstal: 110 f.Kr. 109 f.Kr. 108 f.Kr. 107 f.Kr. 106 f.Kr. - 105 f.Kr. - 104 f.Kr. 103 f.Kr. 102 f.Kr. 101 f.Kr. 100 f.Kr. 56 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. Árstal: 61 f.Kr. 60 f.Kr. 59 f.Kr. 58 f.Kr. 57 f.Kr. - 56 f.Kr. - 55 f.Kr. 54 f.Kr. 53 f.Kr. 52 f.Kr. 51 f.Kr. 57 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. Árstal: 62 f.Kr. 61 f.Kr. 60 f.Kr. 59 f.Kr. 58 f.Kr. - 57 f.Kr. - 56 f.Kr. 55 f.Kr. 54 f.Kr. 53 f.Kr. 52 f.Kr. 66 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. Árstal: 71 f.Kr. 70 f.Kr. 69 f.Kr. 68 f.Kr. 67 f.Kr. - 66 f.Kr. - 65 f.Kr. 64 f.Kr. 63 f.Kr. 62 f.Kr. 61 f.Kr. 106 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. Árstal:111 f.Kr. 110 f.Kr. 109 f.Kr. 108 f.Kr. 107 f.Kr. - 106 f.Kr. - 105 f.Kr. 104 f.Kr. 103 f.Kr. 102 f.Kr. 101 f.Kr. 107 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. Árstal: 112 f.Kr. 111 f.Kr. 110 f.Kr. 109 f.Kr. 108 f.Kr. - 107 f.Kr. - 106 f.Kr. 105 f.Kr. 104 f.Kr. 103 f.Kr. 102 f.Kr. 108 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. Árstal: 113 f.Kr. 112 f.Kr. 111 f.Kr. 110 f.Kr. 109 f.Kr. - 108 f.Kr. - 107 f.Kr. 106 f.Kr. 105 f.Kr. 104 f.Kr. 103 f.Kr. 109 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. Árstal: 114 f.Kr. 113 f.Kr. 112 f.Kr. 111 f.Kr. 110 f.Kr. - 109 f.Kr. - 108 f.Kr. 107 f.Kr. 106 f.Kr. 105 f.Kr. 104 f.Kr. 113 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. Árstal: 118 f.Kr. 117 f.Kr. 116 f.Kr. 115 f.Kr. 114 f.Kr. - 113 f.Kr. - 112 f.Kr. 111 f.Kr. 110 f.Kr. 109 f.Kr. 108 f.Kr. 114 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. Árstal: 119 f.Kr. 118 f.Kr. 117 f.Kr. 116 f.Kr. 115 f.Kr. - 114 f.Kr. - 113 f.Kr. 112 f.Kr. 111 f.Kr. 110 f.Kr. 109 f.Kr. 115 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. Árstal: 120 f.Kr. 119 f.Kr. 118 f.Kr. 117 f.Kr. 116 f.Kr. - 115 f.Kr. - 114 f.Kr. 113 f.Kr. 112 f.Kr. 111 f.Kr. 110 f.Kr. 116 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. Árstal: 121 f.Kr. 120 f.Kr. 119 f.Kr. 118 f.Kr. 117 f.Kr. - 116 f.Kr. - 115 f.Kr. 114 f.Kr. 113 f.Kr. 112 f.Kr. 111 f.Kr. 117 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. Árstal: 122 f.Kr. 121 f.Kr. 120 f.Kr. 119 f.Kr. 118 f.Kr. - 117 f.Kr. - 116 f.Kr. 115 f.Kr. 114 f.Kr. 113 f.Kr. 112 f.Kr. 118 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. Árstal: 123 f.Kr. 122 f.Kr. 121 f.Kr. 120 f.Kr. 119 f.Kr. - 118 f.Kr. - 117 f.Kr. 116 f.Kr. 115 f.Kr. 114 f.Kr. 113 f.Kr. 58 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. Árstal: 63 f.Kr. 62 f.Kr. 61 f.Kr. 60 f.Kr. 59 f.Kr. - 58 f.Kr. - 57 f.Kr. 56 f.Kr. 55 f.Kr. 54 f.Kr. 53 f.Kr. 59 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. - 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. 0-árini f.Kr. Árstal: 64 f.Kr. 63 f.Kr. 62 f.Kr. 61 f.Kr. 60 f.Kr. - 59 f.Kr. - 58 f.Kr. 57 f.Kr. 56 f.Kr. 55 f.Kr. 54 f.Kr. 67 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. Árstal: 72 f.Kr. 71 f.Kr. 70 f.Kr. 69 f.Kr. 68 f.Kr. - 67 f.Kr. - 66 f.Kr. 65 f.Kr. 64 f.Kr. 63 f.Kr. 62 f.Kr. 68 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. Árstal: 73 f.Kr. 72 f.Kr. 71 f.Kr. 70 f.Kr. 69 f.Kr. - 68 f.Kr. - 67 f.Kr. 66 f.Kr. 65 f.Kr. 64 f.Kr. 63 f.Kr. 69 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. - 60-árini f.Kr. - 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. 20-árini f.Kr. 10-árini f.Kr. Árstal: 74 f.Kr. 73 f.Kr. 72 f.Kr. 71 f.Kr. 70 f.Kr. - 69 f.Kr. - 68 f.Kr. 67 f.Kr. 66 f.Kr. 65 f.Kr. 64 f.Kr. 85 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. Árstal: 90 f.Kr. 89 f.Kr. 88 f.Kr. 87 f.Kr. 86 f.Kr. - 85 f.Kr. - 84 f.Kr. 83 f.Kr. 82 f.Kr. 81 f.Kr. 80 f.Kr. 86 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. Árstal: 91 f.Kr. 90 f.Kr. 89 f.Kr. 88 f.Kr. 87 f.Kr. - 86 f.Kr. - 85 f.Kr. 84 f.Kr. 83 f.Kr. 82 f.Kr. 81 f.Kr. 87 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. Árstal: 92 f.Kr. 91 f.Kr. 90 f.Kr. 89 f.Kr. 88 f.Kr. - 87 f.Kr. - 86 f.Kr. 85 f.Kr. 84 f.Kr. 83 f.Kr. 82 f.Kr. 88 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. Árstal: 93 f.Kr. 92 f.Kr. 91 f.Kr. 90 f.Kr. 89 f.Kr. - 88 f.Kr. - 87 f.Kr. 86 f.Kr. 85 f.Kr. 84 f.Kr. 83 f.Kr. 89 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. - 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. 30-árini f.Kr. Árstal: 94 f.Kr. 93 f.Kr. 92 f.Kr. 91 f.Kr. 90 f.Kr. - 89 f.Kr. - 88 f.Kr. 87 f.Kr. 86 f.Kr. 85 f.Kr. 84 f.Kr. 95 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. Árstal: 100 f.Kr. 99 f.Kr. 98 f.Kr. 97 f.Kr. 96 f.Kr. - 95 f.Kr. - 94 f.Kr. 93 f.Kr. 92 f.Kr. 91 f.Kr. 90 f.Kr. 96 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. Árstal: 101 f.Kr. 100 f.Kr. 99 f.Kr. 98 f.Kr. 97 f.Kr. - 96 f.Kr. - 95 f.Kr. 94 f.Kr. 93 f.Kr. 92 f.Kr. 91 f.Kr. 97 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. Árstal: 102 f.Kr. 101 f.Kr. 100 f.Kr. 99 f.Kr. 98 f.Kr. - 97 f.Kr. - 96 f.Kr. 95 f.Kr. 94 f.Kr. 93 f.Kr. 92 f.Kr. 98 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. Árstal: 103 f.Kr. 102 f.Kr. 101 f.Kr. 100 f.Kr. 99 f.Kr. - 98 f.Kr. - 97 f.Kr. 96 f.Kr. 95 f.Kr. 94 f.Kr. 93 f.Kr. 99 f.Kr.. Øldir: 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. – 1. øld Áratíggju: 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. - 90-árini f.Kr. - 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. 50-árini f.Kr. 40-árini f.Kr. Árstal: 104 f.Kr. 103 f.Kr. 102 f.Kr. 101 f.Kr. 100 f.Kr. - 99 f.Kr. - 98 f.Kr. 97 f.Kr. 96 f.Kr. 95 f.Kr. 94 f.Kr. 552 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 600-árini f.Kr. 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. - 550-árini f.Kr. - 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. Árstal: 557 f.Kr. 556 f.Kr. 555 f.Kr. 554 f.Kr. 553 f.Kr. - 552 f.Kr. - 551 f.Kr. 550 f.Kr. 549 f.Kr. 548 f.Kr. 547 f.Kr. Niclasen. Niclasen er 29. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Anna. Anna er næstvanligasta konufólkanavnið í Føroyum. Anna er sera vanligt navn í nógvum londum. Navnið Anna verður ofta sett saman við øðrum konufólkanøvnum, t.d. Anna Maria, Anna Katrina, Anna Malena osfr. Navnið er í fleiri øðrum formum eisini, t.d. Ann, Anni, Annie, Any, Anny, Anita, Anja. Hóast øll hesi eru vanlig í Føroyum, so eru ikki øll hesi longur loyvd í Føroyum, ikki uttan serliga orsøk, sum t.d. at uppkalla eina ommu ella onkran annan í nærmastu familju. Tey nøvn ið eru loyvd at kalla føroysk gentubørn, sum minna um Anna eru: Anna, Anita, Anja, Annika og Anný. Anna er tann latínski formurin av tí grikska navninum Άννα og hebreiska navninum Hannah (חַנָּה "Ḥannāh"). Marjun. Marjun er 4. vanligasta konufólkanavnið í Føroyum. Beinta. Beinta er 7. vanligasta konufólkanavnið í Føroyum. Súsanna. Súsanna er 10. vanligasta konufólkanavnið í Føroyum. Hanna. Hanna er 9. vanligasta konufólkanavnið í Føroyum. Katrin. Katrin er 6. vanligasta konufólkanavnið í Føroyum. 22. øld. (21. øld - 22. øld - 23. øld) 22. øld er frá 2101 til 2200 í tí gregorianska kalendaranum. Øldir og ár. * 556 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 600-árini f.Kr. 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. - 550-árini f.Kr. - 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. Árstal: 561 f.Kr. 560 f.Kr. 559 f.Kr. 558 f.Kr. 557 f.Kr. - 556 f.Kr. - 555 f.Kr. 554 f.Kr. 553 f.Kr. 552 f.Kr. 551 f.Kr. Ý. Ý ella ý er 27. bókstavur í føroyska stavraðnum og 29. bókstavur í íslendska stavraðnum. Bókasavnið við Løkin. Bókasavnið við Løkin er skúla- og fólkabókasavn í Runavíkar kommunu. Í august 2012 læt fólkabókasavnið alment upp í nýggju snotiligu hølunum við Løkin. Leiðari á bókasavninum er Oyvør D. Jacobsen, og hjálparfólk er Conny Rasmussen. Tríggir skúlabókavørðir, Anja Pálsdóttir, Pálin Olsen og Brynhild W. Djurhuus, røkja skúlabókasavnstænastuna til næmingar og lærarar. Bókasavnið skipar fyri ymiskum tiltøkum, eitt nú sýning av filmum í Løkshøll, fyrilestrum v.m. Bókasavnið liggur í sama bygningi sum Runavíkar kommunuskúli og Løkshøll á Rókarvegi 1 í Runavík og er opið fyri øllum yrkadagar millum klokkan 13 og 18. Fyrrapartar virkar bókasavnið sum skúlabókasavn og verður brúkt av næmingum, lærarum og starvsfólki skúlans annars. 119 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. - 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. 60-árini f.Kr. Árstal: 124 f.Kr. 123 f.Kr. 122 f.Kr. 121 f.Kr. 120 f.Kr. - 119 f.Kr. - 118 f.Kr. 117 f.Kr. 116 f.Kr. 115 f.Kr. 114 f.Kr. 120 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. Árstal: 125 f.Kr. 124 f.Kr. 123 f.Kr. 122 f.Kr. 121 f.Kr. - 120 f.Kr. - 119 f.Kr. 118 f.Kr. 117 f.Kr. 116 f.Kr. 115 f.Kr. 120-árini f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. - 2. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. Ár: 129 f.Kr. 128 f.Kr. 127 f.Kr. 126 f.Kr. 125 f.Kr. 124 f.Kr. 123 f.Kr. 122 f.Kr. 121 f.Kr. 120 f.Kr. Ú. Ú ella ú er 24. bókstavur í føroyska stavraðnum og 25. bókstavur í íslendska stavraðnum. Ŕ. Ŕ ella ŕ er ein bókstavur í tí slovakska stavraðnum. Hann umboðar eitt langt stavilsisberandi /r/: [r̩ː]. 557 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 600-árini f.Kr. 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. - 550-árini f.Kr. - 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. Árstal: 562 f.Kr. 561 f.Kr. 560 f.Kr. 559 f.Kr. 558 f.Kr. - 557 f.Kr. - 556 f.Kr. 555 f.Kr. 554 f.Kr. 553 f.Kr. 552 f.Kr. 121 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. Árstal: 126 f.Kr. 125 f.Kr. 124 f.Kr. 123 f.Kr. 122 f.Kr. - 121 f.Kr. - 120 f.Kr. 119 f.Kr. 118 f.Kr. 117 f.Kr. 116 f.Kr. 122 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. Árstal: 127 f.Kr. 126 f.Kr. 125 f.Kr. 124 f.Kr. 123 f.Kr. - 122 f.Kr. - 121 f.Kr. 120 f.Kr. 119 f.Kr. 118 f.Kr. 117 f.Kr. 130 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. Árstal: 135 f.Kr. 134 f.Kr. 133 f.Kr. 132 f.Kr. 131 f.Kr. - 130 f.Kr. - 129 f.Kr. 128 f.Kr. 127 f.Kr. 126 f.Kr. 125 f.Kr. 131 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. Árstal: 136 f.Kr. 135 f.Kr. 134 f.Kr. 133 f.Kr. 132 f.Kr. - 131 f.Kr. - 130 f.Kr. 129 f.Kr. 128 f.Kr. 127 f.Kr. 126 f.Kr. 123 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. Árstal: 128 f.Kr. 127 f.Kr. 126 f.Kr. 125 f.Kr. 124 f.Kr. - 123 f.Kr. - 122 f.Kr. 121 f.Kr. 120 f.Kr. 119 f.Kr. 118 f.Kr. 124 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. Árstal: 129 f.Kr. 128 f.Kr. 127 f.Kr. 126 f.Kr. 125 f.Kr. - 124 f.Kr. - 123 f.Kr. 122 f.Kr. 121 f.Kr. 120 f.Kr. 119 f.Kr. 125 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. Árstal: 130 f.Kr. 129 f.Kr. 128 f.Kr. 127 f.Kr. 126 f.Kr. - 125 f.Kr. - 124 f.Kr. 123 f.Kr. 122 f.Kr. 121 f.Kr. 120 f.Kr. 132 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. Árstal: 137 f.Kr. 136 f.Kr. 135 f.Kr. 134 f.Kr. 133 f.Kr. - 132 f.Kr. - 131 f.Kr. 130 f.Kr. 129 f.Kr. 128 f.Kr. 127 f.Kr. 133 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. Árstal: 138 f.Kr. 137 f.Kr. 136 f.Kr. 135 f.Kr. 134 f.Kr. - 133 f.Kr. - 132 f.Kr. 131 f.Kr. 130 f.Kr. 129 f.Kr. 128 f.Kr. 134 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. Árstal: 139 f.Kr. 138 f.Kr. 137 f.Kr. 136 f.Kr. 135 f.Kr. - 134 f.Kr. - 133 f.Kr. 132 f.Kr. 131 f.Kr. 130 f.Kr. 129 f.Kr. 140 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. Árstal: 145 f.Kr. 144 f.Kr. 143 f.Kr. 142 f.Kr. 141 f.Kr. - 140 f.Kr. - 139 f.Kr. 138 f.Kr. 137 f.Kr. 136 f.Kr. 135 f.Kr. 141 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. Árstal: 146 f.Kr. 145 f.Kr. 144 f.Kr. 143 f.Kr. 142 f.Kr. - 141 f.Kr. - 140 f.Kr. 139 f.Kr. 138 f.Kr. 137 f.Kr. 136 f.Kr. 142 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. Árstal: 147 f.Kr. 146 f.Kr. 145 f.Kr. 144 f.Kr. 143 f.Kr. - 142 f.Kr. - 141 f.Kr. 140 f.Kr. 139 f.Kr. 138 f.Kr. 137 f.Kr. 143 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. Árstal: 148 f.Kr. 147 f.Kr. 146 f.Kr. 145 f.Kr. 144 f.Kr. - 143 f.Kr. - 142 f.Kr. 141 f.Kr. 140 f.Kr. 139 f.Kr. 138 f.Kr. Ĺ. Ĺ ella ĺ er ein bókstavur í tí slovakiska stavraðnum. 126 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. Árstal: 131 f.Kr. 130 f.Kr. 129 f.Kr. 128 f.Kr. 127 f.Kr. - 126 f.Kr. - 125 f.Kr. 124 f.Kr. 123 f.Kr. 122 f.Kr. 121 f.Kr. 127 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. Árstal: 132 f.Kr. 131 f.Kr. 130 f.Kr. 129 f.Kr. 128 f.Kr. - 127 f.Kr. - 126 f.Kr. 125 f.Kr. 124 f.Kr. 123 f.Kr. 122 f.Kr. 128 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. Árstal: 133 f.Kr. 132 f.Kr. 131 f.Kr. 130 f.Kr. 129 f.Kr. - 128 f.Kr. - 127 f.Kr. 126 f.Kr. 125 f.Kr. 124 f.Kr. 123 f.Kr. 129 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. - 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. 70-árini f.Kr. Árstal: 134 f.Kr. 133 f.Kr. 132 f.Kr. 131 f.Kr. 130 f.Kr. - 129 f.Kr. - 128 f.Kr. 127 f.Kr. 126 f.Kr. 125 f.Kr. 124 f.Kr. 150 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. Árstal: 155 f.Kr. 154 f.Kr. 153 f.Kr. 152 f.Kr. 151 f.Kr. - 150 f.Kr. - 149 f.Kr. 148 f.Kr. 147 f.Kr. 146 f.Kr. 145 f.Kr. 151 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. Árstal: 156 f.Kr. 155 f.Kr. 154 f.Kr. 153 f.Kr. 152 f.Kr. - 151 f.Kr. - 150 f.Kr. 149 f.Kr. 148 f.Kr. 147 f.Kr. 146 f.Kr. 152 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. Árstal: 157 f.Kr. 156 f.Kr. 155 f.Kr. 154 f.Kr. 153 f.Kr. - 152 f.Kr. - 151 f.Kr. 150 f.Kr. 149 f.Kr. 148 f.Kr. 147 f.Kr. Kópur. Kópur (frøðiheiti - "Phocidae") er súgdjór ið livur í havinum og heldur eisini til á látrum og á skerum. 153 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. Árstal: 158 f.Kr. 157 f.Kr. 156 f.Kr. 155 f.Kr. 154 f.Kr. - 153 f.Kr. - 152 f.Kr. 151 f.Kr. 150 f.Kr. 149 f.Kr. 148 f.Kr. Sky Ferreira. Sky Tonia Ferreira (fødd 8. juli 1992 í Los Angeles) er ein amerikonsk songkvinna, sjónleikarinna og modell. Tine Bryld. Tine Bryld, fødd Begtrup (18. desember 1939 á Frederiksberg – 21. apríl 2011) var ein danskur sosialráðgevari, rithøvundur, brævkassaredaktørur og radiovertur. Bøkur í úrvali. Harumframt útgav Gitte Løkkegaard ævisøguna "Tine Bryld – et lettere kaotisk ridt" í 2009. Ballon d'Or. Ballon d'Or frá ár 2000, sum Figo vann Ballon d'Or (Tann Gylti Bólturin) og ofta nevndur sum Ársins evropeiski fótbóltsleikari, var ein árligur fótbóltsvirðisløn, sum varð latin til tann leikaran ið fekk flestar atkvøður um at hava verið besti fótbóltsleikarin í einum kalendaraári. Tað var ábyrgdarblaðstjórin á France Football, Gabriel Hanot, ið fann uppá henda prísin, tá hann bað sínar starvsfelagar um at atkvøða fyri tí besta fótbóltsleikaranum í Evropa í 1956. Fyrsti vinnarin gjørdist Stanley Matthews frá FC Blackpool. Virðislønin varð latin frá 1956 til 2009. Upprunaliga kundu ítróttajournalistarnir bert geva sínar atkvøður til evropeiskir leikarar, sum spældu í evropeiskum feløgum, sum eisini hevði tað avleiðing, at leikarar sum Diego Maradona (sum spældi fótbólt í einum evropeiskum felag, men ikki var evropeari) og Pelé (ið hvørki spældi í ella var úr Evropa) ikki kundi vinna heiðurslønina. Ein broyting í reglunum í 1995, førdi til at ikki-evropeiskir leikarar, fingu møguleika at vinna heiðurin, um teir spældu við einum evropeiskum felag. Tann fyrsti ikki-evropeiski leikarin, ið vann virðislønina var George Weah úr Liberia, ið spældi við A.C. Milan tað árið. Í 2007 fingu allir leikarar í heiminum møguleika at vinna virðislønina, og talið av journalistum ið høvdu atkvøðurætt vaks eisini; 96 journalistar úr øllum heiminum valdu teirra topp-5 leikarar, í mun til árið fyri, tá ið 52 evropeiskir journalistar atkvøddu. Tríggir leikarar hava vunnið virðislønina tríggjar ferðir: Johan Cruyff, Michel Platini og Marco van Basten. Platini er tann einasti leikarin, ið hevur vunnið virðislønina trý ár á rað, tá hann vann prísin frá 1983 til 1985. Ronaldo gjørdist í 1997 tann fyrsti brasilski leikarin, ið vann prísin, eftir at ikki-evropeiskir leikarar fingu høvi til at vinna. Við sjey virðislønum í part eru tað týskir og niðurlendskir leikarar, ið hava vunnið Ballon d'Or flestar ferðir. Tey italsku feløgini Juventus og Milan hava vunnið flest heitið; seks leikarar hava vunnið 8 virðislønir, meðan teir hava spælt við hesi feløg. Tann síðsti ið vann Ballon d'Or var Lionel Messi, hann var tann triði argentinarin, ið vann heiðurin, men tann fyrsti argentinski statsborgarin. Í 2010 vóru Ballon d'Or FIFA World Player of the Year hjá monnunum sligin saman til eina virðisløn, og heimsins besti mannligi fótbóltsleikarin hevur síðan vunnið FIFA Ballon d'Or hvørt ár. UEFA upprættaði í 2011 UEFA Ársins leikari í Evropa-virðislønina. Listi yvir virðirslønamóttakarar. Alfredo Di Stéfano (vinnari 1957 og 1959) Johan Cruyff (vinnari 1971, 1973 og 1974) Franz Beckenbauer (vinnari 1972 og 1976) Kevin Keegan (vinnari 1978 og 1979) Karl-Heinz Rummenigge (vinnari 1980 og 1981) Marco van Basten (vinnari 1988, 1989 og 1992) Ronaldo (vinnari 1997 og 2002) var í 1997 tann yngsti vinnarin Nicki Minaj. Onika Tanya Maraj, betri kend sum Nicki Minaj (fødd 8. desember 1982 í Port-of-Spain) er songkvinna, rappari og sjónleikari úr Trinidad og Tobago. Jákup. Jákup er vanligasta mannfólkanavnið í Føroyum. C. C ella c er 3. bókstavur í tí latinska stavraðnum. E. E, ella e, er 5. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. F. F, ella f, er 6. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. G. G, ella g, er 7. bókstavur í tí latinska stavraðnum og 8. bókstavur í føroyska stavraðnum. H. H, ella h, er 8. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. I. I, ella i, er 9. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. Irrationell tøl hava tað støddfrøðiliga súmbolið formula_1. J. J, ella j, er 10. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. K. K, ella k, er 11. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. L. L, ella l, er 12. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. M. M, ella m, er 13. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. Í. Í, ella í, er 11. bókstavur í føroyska stavraðnum og 12. bókstavur í íslendska stavraðnum. N. N, ella n, er 14. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. O. O, ella o, er 15. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. P. P, ella p, er 16. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. Q. Q, ella q, er 17. bókstavur í tí latinska stavraðnum. R. R, ella r, er 18. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. S. S, ella s, er 19. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. T. T, ella t, er 20. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. U. U, ella u, er 21. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. V. V, ella v, er 22. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. Ó. Ó, ella ó, er 18. bókstavur í føroyska stavraðnum og 19. bókstavur í íslendska stavraðnum. W. W, ella w, er 23. bókstavur í tí latinska stavraðnum. X. X, ella x, er 24. bókstavur í tí latinska stavraðnum. Y. Y, ella y, er 25. bókstavur í tí latinska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í føroyska stavraðnum. Z. Z, ella z, er 26. bókstavur í tí latinska stavraðnum. Å. Å, ella å, er ein av bókstavunum í svenska, danska og norska stavraðnum. Ź. Ź ella ź er ein bókstavur í tí pólska stavraðnum. Heinesen. Heinesen er 28. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. 144 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. Árstal: 149 f.Kr. 148 f.Kr. 147 f.Kr. 146 f.Kr. 145 f.Kr. - 144 f.Kr. - 143 f.Kr. 142 f.Kr. 141 f.Kr. 140 f.Kr. 139 f.Kr. Iman Abdulmajid. Iman Mohamed Abdulmajid, kend sum Iman (fødd 25. juli 1955 í Mogadishu) er ein somalisk-amerikonsk modell og sjónleikarinna. Hon er gift við David Bowie. Eurovision Song Contest 2010. Eurovision Song Contest 2010 var tann 55. í røðini av Eurovision Song Contest. Sangkappingin varð hildin hin 29. mai 2010 við 2 hálvfinalum 25. mai og 27. mai. Showið var hildið í Telenor Arena í Fornebu (Oslo) í Noregi. Týskland vann kappingina við sanginum Satellite, sum Lena Meyer-Landrut sang. Vertirnir vóru Erik Solbakken, Haddy N'jie og Nadia Hasnaoui. Davidsen. Davidsen er 27. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Ł. Ł, ella ł, er ein bókstavur í tí pólska stavraðnum. Ń. Ń, ella ń, er ein bókstavur í tí pólska stavraðnum. Ś. Ś, ella ś, er ein bókstavur í tí pólska stavraðnum. Ż. Ż, ella ż, er ein bókstavur í tí pólska stavraðnum. Ķ. Ķ, ella ķ, er ein bókstavur í tí lettiska stavraðnum. Ņ. Ņ, ella ņ, er ein bókstavur í tí lettiska stavraðnum. Ģ. Ģ, ella ģ, er ein bókstavur í tí lettiska stavraðnum. Ļ. Ļ, ella ļ, er ein bókstavur í tí lettiska stavraðnum. Ŗ. Ŗ, ella ŗ, var ein bókstavur í tí lettiska stavraðnum. Svensk Wikipedia. Svensk Wikipedia er tann svenskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia. Í juni 2013 kom Svensk Wikipedia upp á 1 millión greinar, sum tað fyrsta av teimum norðurlendsku málunum. Ř. Ř, ella ř, er ein bókstavur í tí kekkiska stavraðnum. Ů. Ů, ella ů, er ein bókstavur í tí kekkiska stavraðnum. Magnussen. Magnussen er 23. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Amanda Mair. Amanda Ulrika Magdalena Mair (fødd 14. juni 1994) er ein svensk songkvinna og tónleikari. Mamma hennara er finsk og pápi hennara er eysturríkari. Alina Devecerski. Alina Natalie Devecerski (fødd 27. mars 1983 í Sundbyberg) er ein svensk songkvinna, sangskrivari, dansari og koreografur. Hon hevur serbiskar og finskar røtur, og er fødd og uppvaksin i Svøríki. Hon fekk sítt gjøgnumbrot í 2012 við sanginum Flytta på deg, sum gjørdist nummar eitt á hittlistum í Svøríki, Noregi og Danmark. Lily Cole. Lily Luahana Cole (fødd 27. desember 1987 í Torquay) er ein ensk modell og sjónleikarinna. Hon byrjaði at starvast sum modell sum 14-ára gomul. Hon var á forsíðuni á enska blaðnum Vogue sum 16-ára gomul. Hon hevur arbeitt fyri fleiri kend vørumerki, eitt nú Vogue alheims, Alexander McQueen, Chanel, Louis Vuitton, Jean Paul Gaultier, Marc Jacobs, Prada, De Beers og Moschino. Aðrir kundar eru m.a. Numero, Christian Lacroix, Hermès, og Galliano. Lýsingarherferðir ið hon hevur verið modell fyri eru m.a. Longchamp, Anna Sui og Cacharel. Hon hevur sminkusáttmála við Rimmel London. Hon er á listanum hjá "Vogue Paris" sum ein av topp 30 modellunum í 2000-árunum. Í 2007 byrjaði hon at spæla smærri leiklutir í filmum, og í 2009 spældi hon sín fyrsta høvuðsleiklut, tað var í filminum The Imaginarium of Doctor Parnassus. 145 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. Árstal: 150 f.Kr. 149 f.Kr. 148 f.Kr. 147 f.Kr. 146 f.Kr. - 145 f.Kr. - 144 f.Kr. 143 f.Kr. 142 f.Kr. 141 f.Kr. 140 f.Kr. 146 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. Árstal: 151 f.Kr. 150 f.Kr. 149 f.Kr. 148 f.Kr. 147 f.Kr. - 146 f.Kr. - 145 f.Kr. 144 f.Kr. 143 f.Kr. 142 f.Kr. 141 f.Kr. Wojciech Olejniczak. Wojciech Michał Olejniczak (føddur 10. apríl 1974 í Łowicz) er ein pólskur politikari. Ñ. Ñ, ella ñ, er ein bókstavur í tí spanska stavraðnum. Į. Į, ella į, er ein bókstavur í tí litaviska stavraðnum. Ų. Ų, ella ų, er ein bókstavur í tí litaviska stavraðnum. Samuelsen. Samuelsen er 25. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. 135 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. Árstal: 140 f.Kr. 139 f.Kr. 138 f.Kr. 137 f.Kr. 136 f.Kr. - 135 f.Kr. - 134 f.Kr. 133 f.Kr. 132 f.Kr. 131 f.Kr. 130 f.Kr. 136 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. Árstal: 141 f.Kr. 140 f.Kr. 139 f.Kr. 138 f.Kr. 137 f.Kr. - 136 f.Kr. - 135 f.Kr. 134 f.Kr. 133 f.Kr. 132 f.Kr. 131 f.Kr. Arne Vatnhamar. Arne Vatnhamar úr Leirvík er ein føroyskur fjallaklintrari. Hin 25. mai 2014 náddi hann upp á toppin á heimsins hægsta fjalli, Mount Everest, og gjørdist tann fyrsti føroyingurin ið megnaði hetta. Í august 2013 klintraði hann upp á toppin á Matterhorn saman við Regin Reinert og Jákup á Rógvu Andreasen. Í 2010 klintraði hann upp á Mont Blanc og í 2012 klintraði hann í Suðuramerika. 137 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. Árstal: 142 f.Kr. 141 f.Kr. 140 f.Kr. 139 f.Kr. 138 f.Kr. - 137 f.Kr. - 136 f.Kr. 135 f.Kr. 134 f.Kr. 133 f.Kr. 132 f.Kr. 138 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. Árstal: 143 f.Kr. 142 f.Kr. 141 f.Kr. 140 f.Kr. 139 f.Kr. - 138 f.Kr. - 137 f.Kr. 136 f.Kr. 135 f.Kr. 134 f.Kr. 133 f.Kr. 139 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. Árstal: 144 f.Kr. 143 f.Kr. 142 f.Kr. 141 f.Kr. 140 f.Kr. - 139 f.Kr. - 138 f.Kr. 137 f.Kr. 136 f.Kr. 135 f.Kr. 134 f.Kr. 147 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. Árstal: 152 f.Kr. 151 f.Kr. 150 f.Kr. 149 f.Kr. 148 f.Kr. - 147 f.Kr. - 146 f.Kr. 145 f.Kr. 144 f.Kr. 143 f.Kr. 142 f.Kr. 148 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. Árstal: 153 f.Kr. 152 f.Kr. 151 f.Kr. 150 f.Kr. 149 f.Kr. - 148 f.Kr. - 147 f.Kr. 146 f.Kr. 145 f.Kr. 144 f.Kr. 143 f.Kr. 149 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. Árstal: 154 f.Kr. 153 f.Kr. 152 f.Kr. 151 f.Kr. 150 f.Kr. - 149 f.Kr. - 148 f.Kr. 147 f.Kr. 146 f.Kr. 145 f.Kr. 144 f.Kr. 154 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. Árstal: 159 f.Kr. 158 f.Kr. 157 f.Kr. 156 f.Kr. 155 f.Kr. - 154 f.Kr. - 153 f.Kr. 152 f.Kr. 151 f.Kr. 150 f.Kr. 149 f.Kr. 160 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. Árstal: 165 f.Kr. 164 f.Kr. 163 f.Kr. 162 f.Kr. 161 f.Kr. - 160 f.Kr. - 159 f.Kr. 158 f.Kr. 157 f.Kr. 156 f.Kr. 155 f.Kr. 161 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. Árstal: 166 f.Kr. 165 f.Kr. 164 f.Kr. 163 f.Kr. 162 f.Kr. - 161 f.Kr. - 160 f.Kr. 159 f.Kr. 158 f.Kr. 157 f.Kr. 156 f.Kr. 162 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. Árstal: 167 f.Kr. 166 f.Kr. 165 f.Kr. 164 f.Kr. 163 f.Kr. - 162 f.Kr. - 161 f.Kr. 160 f.Kr. 159 f.Kr. 158 f.Kr. 157 f.Kr. 163 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. Árstal: 168 f.Kr. 167 f.Kr. 166 f.Kr. 165 f.Kr. 164 f.Kr. - 163 f.Kr. - 162 f.Kr. 161 f.Kr. 160 f.Kr. 159 f.Kr. 158 f.Kr. 164 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. Árstal: 169 f.Kr. 168 f.Kr. 167 f.Kr. 166 f.Kr. 165 f.Kr. - 164 f.Kr. - 163 f.Kr. 162 f.Kr. 161 f.Kr. 160 f.Kr. 159 f.Kr. 170 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. Árstal: 175 f.Kr. 174 f.Kr. 173 f.Kr. 172 f.Kr. 171 f.Kr. - 170 f.Kr. - 169 f.Kr. 168 f.Kr. 167 f.Kr. 166 f.Kr. 165 f.Kr. 171 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. Árstal: 176 f.Kr. 175 f.Kr. 174 f.Kr. 173 f.Kr. 172 f.Kr. - 171 f.Kr. - 170 f.Kr. 169 f.Kr. 168 f.Kr. 167 f.Kr. 166 f.Kr. 172 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. Árstal: 177 f.Kr. 176 f.Kr. 175 f.Kr. 174 f.Kr. 173 f.Kr. - 172 f.Kr. - 171 f.Kr. 170 f.Kr. 169 f.Kr. 168 f.Kr. 167 f.Kr. 173 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. Árstal: 178 f.Kr. 177 f.Kr. 176 f.Kr. 175 f.Kr. 174 f.Kr. - 173 f.Kr. - 172 f.Kr. 171 f.Kr. 170 f.Kr. 169 f.Kr. 168 f.Kr. 174 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. Árstal: 179 f.Kr. 178 f.Kr. 177 f.Kr. 176 f.Kr. 175 f.Kr. - 174 f.Kr. - 173 f.Kr. 172 f.Kr. 171 f.Kr. 170 f.Kr. 169 f.Kr. 175 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. Árstal: 180 f.Kr. 179 f.Kr. 178 f.Kr. 177 f.Kr. 176 f.Kr. - 175 f.Kr. - 174 f.Kr. 173 f.Kr. 172 f.Kr. 171 f.Kr. 170 f.Kr. 155 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. Árstal: 160 f.Kr. 159 f.Kr. 158 f.Kr. 157 f.Kr. 156 f.Kr. - 155 f.Kr. - 154 f.Kr. 153 f.Kr. 152 f.Kr. 151 f.Kr. 150 f.Kr. 156 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. Árstal: 161 f.Kr. 160 f.Kr. 159 f.Kr. 158 f.Kr. 157 f.Kr. - 156 f.Kr. - 155 f.Kr. 154 f.Kr. 153 f.Kr. 152 f.Kr. 151 f.Kr. 157 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. Árstal: 162 f.Kr. 161 f.Kr. 160 f.Kr. 159 f.Kr. 158 f.Kr. - 157 f.Kr. - 156 f.Kr. 155 f.Kr. 154 f.Kr. 153 f.Kr. 152 f.Kr. 158 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. Árstal: 163 f.Kr. 162 f.Kr. 161 f.Kr. 160 f.Kr. 159 f.Kr. - 158 f.Kr. - 157 f.Kr. 156 f.Kr. 155 f.Kr. 154 f.Kr. 153 f.Kr. 159 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. Árstal: 164 f.Kr. 163 f.Kr. 162 f.Kr. 161 f.Kr. 160 f.Kr. - 159 f.Kr. - 158 f.Kr. 157 f.Kr. 156 f.Kr. 155 f.Kr. 154 f.Kr. 165 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. Árstal: 170 f.Kr. 169 f.Kr. 168 f.Kr. 167 f.Kr. 166 f.Kr. - 165 f.Kr. - 164 f.Kr. 163 f.Kr. 162 f.Kr. 161 f.Kr. 160 f.Kr. 166 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. Árstal: 171 f.Kr. 170 f.Kr. 169 f.Kr. 168 f.Kr. 167 f.Kr. - 166 f.Kr. - 165 f.Kr. 164 f.Kr. 163 f.Kr. 162 f.Kr. 161 f.Kr. 167 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. Árstal: 172 f.Kr. 171 f.Kr. 170 f.Kr. 169 f.Kr. 168 f.Kr. - 167 f.Kr. - 166 f.Kr. 165 f.Kr. 164 f.Kr. 163 f.Kr. 162 f.Kr. 168 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. Árstal: 173 f.Kr. 172 f.Kr. 171 f.Kr. 170 f.Kr. 169 f.Kr. - 168 f.Kr. - 167 f.Kr. 166 f.Kr. 165 f.Kr. 164 f.Kr. 163 f.Kr. 169 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. Árstal: 174 f.Kr. 173 f.Kr. 172 f.Kr. 171 f.Kr. 170 f.Kr. - 169 f.Kr. - 168 f.Kr. 167 f.Kr. 166 f.Kr. 165 f.Kr. 164 f.Kr. Södermanlands län. Södermanlands län er ein sýsla í Svøríki. Høvuðsstaðurin í Södermanlands län er Nyköping. Södermanlands län hevur 278 146 íbúgvar (2014) og eina vídd við 6 060 km². Uppsala län. Uppsala län er ein sýsla í Svøríki. Høvuðsstaðurin í Uppsala län er Uppsala. Uppsala län hevur 346 461 íbúgvar (2014) og eina vídd við 8 209 km². Býir. Høvuðssæti er í Uppsala. Býir sim hava havt framíhjárættindi hjá býum eru skrivaðir við feitari skrift. Hammer. Hammer er 22. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. 180 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. Árstal: 185 f.Kr. 184 f.Kr. 183 f.Kr. 182 f.Kr. 181 f.Kr. - 180 f.Kr. - 179 f.Kr. 178 f.Kr. 177 f.Kr. 176 f.Kr. 175 f.Kr. 181 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. Árstal: 186 f.Kr. 185 f.Kr. 184 f.Kr. 183 f.Kr. 182 f.Kr. - 181 f.Kr. - 180 f.Kr. 179 f.Kr. 178 f.Kr. 177 f.Kr. 176 f.Kr. 182 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. Árstal: 187 f.Kr. 186 f.Kr. 185 f.Kr. 184 f.Kr. 183 f.Kr. - 182 f.Kr. - 181 f.Kr. 180 f.Kr. 179 f.Kr. 178 f.Kr. 177 f.Kr. 183 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. Árstal: 188 f.Kr. 187 f.Kr. 186 f.Kr. 185 f.Kr. 184 f.Kr. - 183 f.Kr. - 182 f.Kr. 181 f.Kr. 180 f.Kr. 179 f.Kr. 178 f.Kr. 190 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. Árstal: 195 f.Kr. 194 f.Kr. 193 f.Kr. 192 f.Kr. 191 f.Kr. - 190 f.Kr. - 189 f.Kr. 188 f.Kr. 187 f.Kr. 186 f.Kr. 185 f.Kr. 191 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. Árstal: 196 f.Kr. 195 f.Kr. 194 f.Kr. 193 f.Kr. 192 f.Kr. - 191 f.Kr. - 190 f.Kr. 189 f.Kr. 188 f.Kr. 187 f.Kr. 186 f.Kr. 192 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. Árstal: 197 f.Kr. 196 f.Kr. 195 f.Kr. 194 f.Kr. 193 f.Kr. - 192 f.Kr. - 191 f.Kr. 190 f.Kr. 189 f.Kr. 188 f.Kr. 187 f.Kr. 193 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. Árstal: 198 f.Kr. 197 f.Kr. 196 f.Kr. 195 f.Kr. 194 f.Kr. - 193 f.Kr. - 192 f.Kr. 191 f.Kr. 190 f.Kr. 189 f.Kr. 188 f.Kr. Brigitte Bardot. Brigitte Anne-Marie Bardot (fødd 28. september 1934 í Paris) er ein fronsk sjónleikarinna, songkvinna, modell og djóraverndaraktivistur. Hon var ein av kendastu sex-symbolunum í 1950-árunum og 1960-árunum. Í 1969 gjørdist útsjónd hennara tað almenna andlitið á Marianne, sum er eitt franskt tjóðareyðkenni, ið umboðar frælsi. Áður hevði tað bert verið ókendar kvinnur, ið vóru avmyndaðar sum Marianne, Bardot var tann fyrsta kvinnan ið legði andlit til hana. Hon byrjaði sína lívsleið sum sjónleikarinna í 1952, og eftir at hon hevði spælt við í 16 vanligum skemtifilmum við avmarkaðari útbreiðslu uttanlands, gjørdist hon heimskend í 1957, tá hon spældi høvuðsleiklutin sum tann 18-ára gamla Juliette í filminum "Og Gud skapaði kvinnuna" (Et Dieu… créa la femme). France Gall. Isabelle Geneviève Marie Anne Gall, betri kend sum France Gall (fødd 9. oktober 1947 í Paris - død 7. januar 2018 í Neuilly-sur-Seine) var ein fronsk songkvinna. Hon umboðaði Luksemborg í Evropeisku tónleikakappingini Eurovision Song Contest í 1965. 176 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. Árstal:181 f.Kr. 180 f.Kr. 179 f.Kr. 178 f.Kr. 177 f.Kr. - 176 f.Kr. - 175 f.Kr. 174 f.Kr. 173 f.Kr. 172 f.Kr. 171 f.Kr. 177 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. Árstal: 182 f.Kr. 181 f.Kr. 180 f.Kr. 179 f.Kr. 178 f.Kr. - 177 f.Kr. - 176 f.Kr. 175 f.Kr. 174 f.Kr. 173 f.Kr. 172 f.Kr. Andreasen. Andreasen er 21. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. 178 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. Árstal: 183 f.Kr. 182 f.Kr. 181 f.Kr. 180 f.Kr. 179 f.Kr. - 178 f.Kr. - 177 f.Kr. 176 f.Kr. 175 f.Kr. 174 f.Kr. 173 f.Kr. 179 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. Árstal: 184 f.Kr. 183 f.Kr. 182 f.Kr. 181 f.Kr. 180 f.Kr. - 179 f.Kr. - 178 f.Kr. 177 f.Kr. 176 f.Kr. 175 f.Kr. 174 f.Kr. Christiansen. Christiansen er 26. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Kristin Michelsen. Kristin Michelsen (føddur 30. juli 1956 í Froðba) er ein føroyskur politikari (JF). Hann hevur bankaútbúgving og starvaðist í Sjóvinnubankanum í 1973–1978. Hann er eisini útbúgvin timburmaður og arbeiddi sum timburmaður í 1978–1984, harafturat var hann í starvi sum eykaløgreglumaður í 1981–2003 og fulltrúi hjá sýslumanninum í Suðuroy í 1984–2003. Sum ungur róði hann kapp við Suðringi. Hann er formaður í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag. Politiska lívsleiðin. Hann hevur verið borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu síðan 1. januar 2001. Hann stillaði upp til løgtingsval í 2011 og varð valdur inn á Ting við 393 atkvøðum, sum var næstmest á javnaðarlistanum. Í 2008 ynskti hann at stilla upp til løgtingsval, men tá vóru Føroyar vorðnar eitt valdømi, og summir flokkar í økjunum, ið vóru uttanfyri miðstaðarøkið, valdu tí at avmarka talið av uppstillaðum valevnum, og samstundis ynskti Javnaðarflokkurin at taka atlit til javnstøðu og landafrøði og valdi tí at uppstilla tveir menn og tvær kvinnur úr Suðuroy. Mannliga valevni úr norðaru helvt av Suðuroynni gjørdist táverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, og tí var ikki pláss fyri Kristini Michelsen á listanum. Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur, meinti eftir valið, at hetta var ein av orsøkunum til, at flokkurin fekk eitt vánaligt valúrslit í háborgini Suðuroy á hesum valinum. Politiskt stríð. Síðan Løgtingsvalið 2011 hava tað verið trætumál ímillum Kristin Michelsen og onnur. Fáar dagar eftir Løgtingsvalið velur Sonja Jógvansdóttir at melda seg úr Javnaðarflokkinum, tí hon vildi ikki vera partur av einum flokki, sum sambært henni, varð leiddur av homofobiskum monnum. Í Mars 2016, varð uppskot lagt fyri tingið, um at javnstilla samkynd við hinskynd, við borgarliga vígslu. Eftir otta tímar til aðru viðgerð, søgdu Kristin Michelsen og Heðin Mortensen seg ikki vilja atkvøða í málinum, men vildu hava málið skuldi beinast aftur í nevnd. Ivamál var um samkynt hjúnarlag kundi krevjast í kirkjuni. Stríð tók seg upp til kommunuvalið 2016, tá Kristin Michelsen sendi Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag kravboð um fyrst valda á listanum. Tó ein siður, er tað ikki nøkur lóg ella reglugerð, sum sigur at fyrstvaldi, skal verða borgarstjóri, men Kristin Michelsen vildi hava at lokalfelagið og øll uppstillaði váttaðu hesum. Um ikki, tók hann sær av javnaðarlistanum á Tvøroyri. Samskifti bleiv rokaligt og til tíðir varð samskift millum ein triðja persón, men Kristin Michelsen segði aldri frá, um hann fór av, hóast lokalfelagið og tey uppstillaðu ikki gingið kravboðnum á møti. Somuleiðis royndi Kristin Michelsen at koma á borgaralistan, men tað miseydnaðist og tá ið freistin nærkaðist, varð listin hjá Javnaðarflokkinum latin inn uttan Kristin á lista. Samstundis og í evstu løtu hevði Kristin Michelsen gjørt annan lista og við Kommunulistanum vann 3 umboð til valið. Í 2018 boðaði Kristin Michelsen frá, at hann kendi seg ikki bundnan av, at atkvøða saman við flokkinum ella samgonguni, men fór at velja frá mál til máli í løgtingssalinum. Tann 3. januar 2019 varð Kristin Michelsen koyrdur úr tingbólki Javnaðarfloksins orsaka manglandi flokslýdni og 8. mars 2019 valdi Floksleiðslan í Javnaðarflokkinum at strika limaskapin hjá Kristini Michelsen í Javnaðarflokkinum, fyri brot á lógir floksins. Kristin stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin til valið 2019 og var einasti valdur á lista D. Familja. Kristin er abbasonur skaldið Poul F. Joensen. Hann er sonur Vilborg og Mikkjal Michelsen. Hann er giftur við Joan N. Michelsen úr Hvalba. Saman eiga tey dóttrina Halldis Michelsen. Edva Jacobsen. Edva Jacobsen (fødd 31. august 1964) er ein føroyskur politikari (SB) og bankakvinna. Hon byrjaði at læra í Føroya Banka í 1984, har hon í dag er kundaráðgevi í deildini í Fuglafirði. Hon hevur tikið fíggjardiplom og varð í 2002 útbúgvin merkonom í fíggjarsstýring. Politiska lívsleiðin. Edva møtti fast fyri Johan Dahl á Føroya Løgtingi 2010–2011 og varð vald inn beinleiðis á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 við 311 atkvøðum. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon ikki endurvald. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (fyrr Hansen, fødd 26. oktober 1963 í Klaksvík) er ein føroyskur politikari (FF) og løgreglukvinna. Eftir student starvaðist hon hjá Postverki Føroya 1983–1985, og eftir tað tók hon útbúgving sum løgreglukvinna. Lívsleið í politikki. Hon hevur verið býráðslimur í Klaksvíkar býráð síðan 2009. Á løgtingsvalinum 2011 varð hon vald inn á Føroya Løgting við 344 atkvøðum. Hon er forkvinna í Løgtingsins rættarnevnd og limur í Løgtingsins trivnaðarnevnd. Familja. Elsebeth er dóttur Ellinor Mariu og Gunnleyð Jakobsen. Hon er gift Finni Hansen, tey eiga børnini Ellinor Mercedis Finnsdóttir Hansen, Karl Amadeus Finnsson Hansen og Mathildu Mercedis Finnsdóttir Hansen. Graz. Graz er næststørsti býur í Eysturríki. Fólkatalið var 265 778 í 2013. Jógvan. Jógvan er næstvanligasta mannfólkanavnið í Føroyum. Ć. Ć, ella ć, er ein bókstavur í tí pólska, kroatiska og serbiska stavraðnum. Ň. Ň, ella ň, er ein bókstavur í tí kekkiska, slovakiska og turkmenska stavraðnum. Ť. Ť, ella ť, er ein bókstavur í tí kekkiska og slovakiska stavraðnum. Ľ. Ľ ella ľ er ein bókstavur í tí slovakiska stavraðnum. Íslendsk Wikipedia. Íslendsk Wikipedia er tann íslendskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia. Grønlendsk Wikipedia. Grønlendsk Wikipedia er tann grønlendskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia. Hin 10. mars 2015 vóru 1624 greinar upprættaðar á grønlendsktmæltu Wikipediu. Fucking Åmål. Fucking Åmål (eisini: "Show Me Love") er svenskur filmur frá 1998. Leikstjórn: Lukas Moodysson. 194 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. Árstal: 199 f.Kr. 198 f.Kr. 197 f.Kr. 196 f.Kr. 195 f.Kr. - 194 f.Kr. - 193 f.Kr. 192 f.Kr. 191 f.Kr. 190 f.Kr. 189 f.Kr. 195 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. Árstal: 200 f.Kr. 199 f.Kr. 198 f.Kr. 197 f.Kr. 196 f.Kr. - 195 f.Kr. - 194 f.Kr. 193 f.Kr. 192 f.Kr. 191 f.Kr. 190 f.Kr. Rijksmuseum. Rijksmuseum er eitt savn í Amsterdam, ið varð stovnað í 1800. Savnið er eitt av teimum størstu í Niðurlondum og hevði umleið 2 200 000 vitjandi í 2013. Dronten. Dronten er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum. Býurin hevur 40 452 íbúgvar (2014). Gustave Courbet. Jean Désiré Gustave Courbet (føddur 10. juni 1819 í Ornans, deyður 31. desember 1877 í La Tour-de-Peilz) var franskur listamálari. Janus Rein. Janus Páll Rein (føddur 29. mai 1974 í Tórshavn) er ein føroyskur flogskipari og politikari (FF). Sum ungur fór hann til sjós. Í 1992 gjørdist hann vinnu- og bjargingarkavari hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og síðan tók hann útbúgving sum skipsførari við 1. virðisløn á Sjómannaskúlanum í Havn í 1997. Hann hevur siglt sum stýrimaður hjá Strandfaraskip Landsins og sum stýrimaður og skipari hjá øðrum reiðaríum, eitt nú hjá A.P. Møller-Mærsk. Eitt skifti starvaðist hann í Suðuroyar Sparikassa, og næm sær merkonom útbúgving í rokniskapi, sum varð lokin í 2002. Í 2000 fór hann at lesa til flogskipari og gjørdist liðugur í 2003, men tók eisini útbúgving sum flogskiparainstruktør. Hann tók í 2005 við starvi sum flogstýrimaður hjá Atlantic Airways og gjørdist í 2009 flogskipari í sama felagið. Hann hevur verið formaður í fakfelagnum Flogskiparafelag Føroya. Meðan hann var í starvi sum flogskipari læs hann løgfrøði við síðuna av og gjørdist BA í løgfrøði í 2011. Janus er sonur Kristionnu Rein, sum var býráðslimur í Havn í fleiri ár og Marius Rein, ið starvaðist í Løgtingsumsitingini í nógv ár. Í 2011 var Janus við til at stovna tann liberala flokkin Framsókn, og varð eisini valdur á Føroya Løgting hin 29. oktober 2011 fyri Framsókn, hann sat eisini í floksleiðsluni. Men á heysti 2012 gjørdist hann ósamdur við formannin, Poul Michelsen, ið ynskti, at Janus stillaði upp til býráðsvalið í Havn, men tað vildi Janus ikki og endaði við at taka seg úr flokkinum. Hann var so leysgangari eina tíð í Løgtinginum til hann í september 2013 gjørdist limur í Fólkaflokkinum og harvið eisini gjørdist partur av samgonguni. Â. Â, er ein bókstavur sum verður nýttur í hesum stavraðum: franska, friuliska, frísiska, portugisiska, rumenska, turkiska, vjetnamesiska, wallonska og tí walisiska. Í føroyskum. Bókstavurin verður tó ikki nýttur á nútíðar føroyskum. Ä. Ä og ä, er ein bókstavur í fleiri stavrøðum, ið eru grundaði á tað latínska stavraðið. Í Norðurlondum verður hann brúktur í svenska, finska og skoltsámiska stavraðnum. Bókstavurin kemur eisini fyri í tí estiska, luksemborgska, slovakiska og týska stavraðnum. Ă. Ă, er ein bókstavur í tí rumenska stavraðnum. Ç. Ç, ç, er ein bókstavur sum verður nýttur í hesum stavrøðum: tí albanska, aserbadjanska, liguriska, tatarska, turkiska, turkmeniska, kurdiska og zazakiska stavraðnum. Bókstavurin kemur eisini fyri í tí katalanska, franska, friulska, oksitanska og portugisiska stavraðnum sum ein variantur av bókstavinum "c". Ĉ. Ĉ, er ein bókstavur, eitt hjáljóð, í tí esperantiska stavraðnum. Č. Č, č, er tann latínski bókstavurin C við tí diakritiska tekninum "hake" (háček á kekkiskum) yvir. Č verður eitt nú nýtt í kekkiska, kroatiska, bosniska, lettiska, litaviska og tí norðursámiska stavraðnum. Á flestu málum verður hann úttalaður sum ch í tí enska orðinum "chocolate" ella sum ke í føroyska orðinum "ketta" (IPA: [t͡ʃ]). Tann kyrilliski bókstavurin í svarar til Č er Ч. Ď. Ď, ď, er tann latínski bókstavurin D við einum haka yvir. í tí latinska stavraðnum. Ď er tann sjeyndi bókstavurin í tí kekkiska stavraðnum og tann áttandi í tí slovakiska stavraðnum. alfabetet. Í tryktum teksti hevur ď ein apostrof í staðin fyri ein haka. É. É er ein bókstavur sum verður nýttir av hesum stavrøðum: katalanska, spanska, franska, ungarnska, írska, íslendska, italska, kasjubiska, oksitanska, uiguriska, portugisiska, slovakiska, kekkiska og tí vietnamesiska. Rúni. Rúni er 3. vanligasta mannfólkanavnið í Føroyum. Bárður. Bárður er 5. vanligasta mannfólkanavnið í Føroyum. 184 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. Árstal: 189 f.Kr. 188 f.Kr. 187 f.Kr. 186 f.Kr. 185 f.Kr. - 184 f.Kr. - 183 f.Kr. 182 f.Kr. 181 f.Kr. 180 f.Kr. 179 f.Kr. 185 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. Árstal: 190 f.Kr. 189 f.Kr. 188 f.Kr. 187 f.Kr. 186 f.Kr. - 185 f.Kr. - 184 f.Kr. 183 f.Kr. 182 f.Kr. 181 f.Kr. 180 f.Kr. 186 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. Árstal: 191 f.Kr. 190 f.Kr. 189 f.Kr. 188 f.Kr. 187 f.Kr. - 186 f.Kr. - 185 f.Kr. 184 f.Kr. 183 f.Kr. 182 f.Kr. 181 f.Kr. 187 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. Árstal: 192 f.Kr. 191 f.Kr. 190 f.Kr. 189 f.Kr. 188 f.Kr. - 187 f.Kr. - 186 f.Kr. 185 f.Kr. 184 f.Kr. 183 f.Kr. 182 f.Kr. 188 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. Árstal: 193 f.Kr. 192 f.Kr. 191 f.Kr. 190 f.Kr. 189 f.Kr. - 188 f.Kr. - 187 f.Kr. 186 f.Kr. 185 f.Kr. 184 f.Kr. 183 f.Kr. Borgarstjóri. Ein borgarstjóri (á donskum: borgmester, á enskum: mayor) er tann hægsti fyrisitingarligi og politiski leiðarin í einari kommunu bæði í Føroyum og í nógvum øðrum londum. Borgarstjórin verður antin valdur beinleiðis av veljarunum ella av limunum í tí fólkavalda býráðnum ella bygdarráðnum. Í Føroyum og t.d. Danmark verður ein borgarstjóri valdur av býráðnum. Á føroyskum eru onnur orð fyri ein borgarstjóra: býráðsformaður, bygdarráðsformaður og í eldri tíðum eisini sóknastýrisformaður. 189 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. Árstal: 194 f.Kr. 193 f.Kr. 192 f.Kr. 191 f.Kr. 190 f.Kr. - 189 f.Kr. - 188 f.Kr. 187 f.Kr. 186 f.Kr. 185 f.Kr. 184 f.Kr. 196 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. Árstal: 201 f.Kr. 200 f.Kr. 199 f.Kr. 198 f.Kr. 197 f.Kr. - 196 f.Kr. - 195 f.Kr. 194 f.Kr. 193 f.Kr. 192 f.Kr. 191 f.Kr. 197 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. Árstal: 202 f.Kr. 201 f.Kr. 200 f.Kr. 199 f.Kr. 198 f.Kr. - 197 f.Kr. - 196 f.Kr. 195 f.Kr. 194 f.Kr. 193 f.Kr. 192 f.Kr. 198 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. Árstal: 203 f.Kr. 202 f.Kr. 201 f.Kr. 200 f.Kr. 199 f.Kr. - 198 f.Kr. - 197 f.Kr. 196 f.Kr. 195 f.Kr. 194 f.Kr. 193 f.Kr. 199 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. Árstal: 204 f.Kr. 203 f.Kr. 202 f.Kr. 201 f.Kr. 200 f.Kr. - 199 f.Kr. - 198 f.Kr. 197 f.Kr. 196 f.Kr. 195 f.Kr. 194 f.Kr. Jákup Mikkelsen (politikari). Jákup Mikkelsen (føddur 22. august 1957 í Klaksvík) er ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari (FF). Hann er útbúgvin lærari frá Føroya Læraraskúla í 1984, men hevur tey seinastu árini verið dagligur leiðari hjá J.F. Kjølbro Heilsølu í Klaksvík. Politisk lívsleið. Hann var býráðslimur í Klaksvík 1984–1992. Hann kom inn á Føroya Løgting sum varafólk á fyri Norðoyar 2002–2008, og møtti fast fyri Anfinn Kallsberg 2002–2004 og fyri Jógvan við Keldu 2004–2005. Mikkelsen varð í 2008 valdur beinleiðis inn á Ting. Hann var formaður í Løgtingsins Trivnaðarnevnd 2008–2011 og fiskimálaráðharri í Stjórnini hjá Kaj Leo Johannesen II 2011–2012. Hann er formaður fyri tingbólkin ha Fólkaflokkinum síðan 2012 og virkaði eisini í tí leiklutinum 2008–2011. Jóna Mortensen. Jóna Mariusardóttir Mortensen (fødd 1. desember 1953) er ein føroysk bankakvinna og politikari (SB). Hon hevur bankaútbúgving og starvast í Eik Banka í heimbýnum Tórshavn. Hon hevur verið álitisfólk í Eik Banka í 15 ár, formaður í Føroya Væl, sum er valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy, 2008–2010 og nevndarlimur í Reyði Krossur Føroyar. Síðan 2011 hevur hon møtt fast sum varalimur fyri Johan Dahl, sum gjørdist landsstýrismaður. Jóna er limur í Løgtingsins Mentanarnevnd og Løgtingsnevndini Eftirlit við varðhaldsfangum. Eivin Jacobsen. Eivin Helgi Jacobsen (føddur 20. juli 1957 í Sørvági) er ein føroyskur brandmeistari og politikari (SB). Hann er útbúgvin maskinsmiður frá Statens Brandskole í Danmark, og starvast sum arbeiðsleiðari hjá Vága floghavn. Hann var býráðslimur í Sørvági 1992–2004, í árunum 2000–2004 sum borgarstjóri. Hann møtti fast á Føroya Løgtingi sum varalimur hjá løgmanni Kaj Leo Johannesen frá 2011-2015, og sat í Løgtingsins rættarnevnd. Familja. Eivin er sonur Evald og Jacobinu Jacobsen, er giftur Astu Skaalum Jacobsen, tey eiga børnini Inga f. 1977, Marit f. 1985 og Terji f. 1989. Paris Hilton. Paris Whitney Hilton (fødd 17. februar 1981 í New York) er ein amerikonsk sjónleikarinna, songkvinna og modell. 201 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. Árstal: 206 f.Kr. 205 f.Kr. 204 f.Kr. 203 f.Kr. 202 f.Kr. - 201 f.Kr. - 200 f.Kr. 199 f.Kr. 198 f.Kr. 197 f.Kr. 196 f.Kr. 202 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. Árstal: 207 f.Kr. 206 f.Kr. 205 f.Kr. 204 f.Kr. 203 f.Kr. - 202 f.Kr. - 201 f.Kr. 200 f.Kr. 199 f.Kr. 198 f.Kr. 197 f.Kr. 203 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. Árstal: 208 f.Kr. 207 f.Kr. 206 f.Kr. 205 f.Kr. 204 f.Kr. - 203 f.Kr. - 202 f.Kr. 201 f.Kr. 200 f.Kr. 199 f.Kr. 198 f.Kr. Reimund Langgaard. Reimund Langgaard (føddur 26. juli 1977 í Leirvík) er ein føroyskur sølumaður og politikari (SB). Hann er útbúgvin lærari frá Føroya Læraraskúla í 2004, og hevur starvast sum sølumaður í Kaupthing Banka og hjá Føroya Tele. Hann hevur eisini verið í kristiligum ungdómsarbeiði og sum trúboðari fyri Kirkjuliga Heimamissiónina í Føroyum í Kambodja. Reimund Langgaard hevur møtt fast sum varalimur fyri Bjørn Kalsø á Føroya Løgtingi síðan 2011. Reimund er formaður fyri Løgtingsgrannskoðararnar og er limur í Rættarnevndini. Joen Magnus Rasmussen. Joen Magnus Rasmussen í 2012 Joen Magnus Rasmussen (føddur 27. februar 1966) er ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari (FF). Hann er útbúgvin skrivstovumaður, og er stjóri á Tavan Sp/f í Leirvík. Politisk lívsleið. Hann var bygdarráðslimur í Leirvík 2000–2008 og býráðslimur í Eysturkommunu 2009–2012. Frá 2011-2015 var hann fastur varalimur á Føroya Løgtingi fyrst fyri Jákup Mikkelsen 2011–2012 og frá 2012-2015 fyri Jacob Vestergaard. Hann var næstformaður í Landsstýrismálanevndini og varamaður í Fíggjarnevndini og Trivnaðarnevndini frá 2011-2015. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann ikki valdur. Familja. Hann er sonur Ragnhild og Jafet Rasmussen. Hann er giftur Silvurlín Rasmussen, tey eiga børnini Jeanet Toftenæs Rasmussen og Silju Toftanes Rasmussen. Rodmundur Nielsen. Rodmundur Nielsen (føddur 22. august 1966) er ien føroyskur vinnulívsmaður og politikari (FF). Hann er stjóri hjá P/F Borg, har hann síðan 2011 eisini er einasti eigari. Hann er formaður í Eysturoyar Vinnulívsfelag. Rodmundur var borgarstjóri í Runavíkar kommunu 2000–2006 og formaður í Kommunusamskipan Føroya 2005–2006. Hann var varalimur á Føroya Løgtingi og fekk fast sæti har, tá ið Anfinn Kallsberg fór frá í januar 2011, men gjørdist aftur varalimur, tá ið Annika Olsen fór frá sum landsstýriskvinna í apríl. Frá 14. november 2011 møtir hann aftur fast á Løgtinginum fyri Anniku Olsen, sum gjørdist almannamálaráðharri. 204 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. Árstal: 209 f.Kr. 208 f.Kr. 207 f.Kr. 206 f.Kr. 205 f.Kr. - 204 f.Kr. - 203 f.Kr. 202 f.Kr. 201 f.Kr. 200 f.Kr. 199 f.Kr. 200 f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. – 1. øld f.Kr. Áratíggju: 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. Árstal: 205 f.Kr. 204 f.Kr. 203 f.Kr. 202 f.Kr. 201 f.Kr. - 200 f.Kr. - 199 f.Kr. 198 f.Kr. 197 f.Kr. 196 f.Kr. 195 f.Kr. 205 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. Árstal: 210 f.Kr. 209 f.Kr. 208 f.Kr. 207 f.Kr. 206 f.Kr. - 205 f.Kr. - 204 f.Kr. 203 f.Kr. 202 f.Kr. 201 f.Kr. 200 f.Kr. 206 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. Árstal: 211 f.Kr. 210 f.Kr. 209 f.Kr. 208 f.Kr. 207 f.Kr. - 206 f.Kr. - 205 f.Kr. 204 f.Kr. 203 f.Kr. 202 f.Kr. 201 f.Kr. 207 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. Árstal: 212 f.Kr. 211 f.Kr. 210 f.Kr. 209 f.Kr. 208 f.Kr. - 207 f.Kr. - 206 f.Kr. 205 f.Kr. 204 f.Kr. 203 f.Kr. 202 f.Kr. 208 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. Árstal: 213 f.Kr. 212 f.Kr. 211 f.Kr. 210 f.Kr. 209 f.Kr. - 208 f.Kr. - 207 f.Kr. 206 f.Kr. 205 f.Kr. 204 f.Kr. 203 f.Kr. 209 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. Árstal: 214 f.Kr. 213 f.Kr. 212 f.Kr. 211 f.Kr. 210 f.Kr. - 209 f.Kr. - 208 f.Kr. 207 f.Kr. 206 f.Kr. 205 f.Kr. 204 f.Kr. Himmerland. thumbnail Himmerland er ein hálvoyggj á eystursíðuni á Norðurjútlandi í Danmark, sunnanfyri Limfjørðin og norðanfyri Mariager Fjord. Kristianna Winther Poulsen. Kristianna Winther Poulsen (fødd í 1969) er ein føroyskur politikari (Sjálvstýrisflokkurin frá 2011 - 7. mars 2015, Javnaðarflokkurin síðan 9. mars 2015). Útbúgvingar og størv. Hon er útbúgvin cand.mag. frá Roskilde Universitetscenter, Danmark í 1999 og Master of Science í leiðslu og fyrisiting (Management and administration) frá Robert Gordon University í Skotlandi í 2006. Hon hevur lisið í Danmark, Fraklandi og Onglandi, og hevur síðan búð í heimbýnum Tórshavn. Í 1992-93 tók hon harumframt grundskeið í arabiskum á Keypmannahavnar Universiteti. Síðan 2005 hevur hon starvast freelance, fulltrúi í Almanna og heilsumálaráðnum, fulltrúi í Granskingarráðnum, deildarleiðari og verkætlanarleiðari hjá ALS og undirvísari á Studentaskúlanum og HF-skeiði í Hoydølum í fronskum. Hon var forkvinna í Javnstøðunevndini 2008–2012. Politisk lívsleið. Kristianna fekk flestar persónligar atkvøður í Havn á Sjálvstýrislistanum í á løgtingsvalinum í 2011. Hon gjørdist 2. varafólk til Føroya Løgting, og møtti fast fyri Kára P. Højgaard, sum var landsstýrismaður, eftir at Jógvan Skorheim gjørdist borgarstjóri í Klaksvík hin 1. januar 2013. Kristianna var limur í Løgtingsins vinnunevnd, meðan hon sat í løgtinginum. Jógvan Skorheim tók sæti aftur eitt skifti, og í september 2013 varð Kári P. Højgaard koyrdur sum innlendismálaráðharri og tók sæti aftur í løgtinginum. Yahya Hassan. Yahya Hassan (føddur 19. mai 1995 í Aarhus, funnin deyður 29. apríl 2020 sama stað) var ein danskur yrkjari við palestinskum foreldrum. Fyrsta yrkingasavn hansara "Yahya Hassan" er tann mest selda fyrstaúgáva við yrkingum í danmarkarsøguni við fleiri enn 100.000 eintøkum. Tove Ditlevsen. Tove Irma Margit Ditlevsen (fødd 14. desember 1917 í Keypmannahavn, deyð 7. mars 1976) var ein danskur rithøvundur. 210 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. Árstal: 215 f.Kr. 214 f.Kr. 213 f.Kr. 212 f.Kr. 211 f.Kr. - 210 f.Kr. - 209 f.Kr. 208 f.Kr. 207 f.Kr. 206 f.Kr. 205 f.Kr. 211 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. Árstal: 216 f.Kr. 215 f.Kr. 214 f.Kr. 213 f.Kr. 212 f.Kr. - 211 f.Kr. - 210 f.Kr. 209 f.Kr. 208 f.Kr. 207 f.Kr. 206 f.Kr. 212 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. Árstal: 217 f.Kr. 216 f.Kr. 215 f.Kr. 214 f.Kr. 213 f.Kr. - 212 f.Kr. - 211 f.Kr. 210 f.Kr. 209 f.Kr. 208 f.Kr. 207 f.Kr. 213 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. Árstal: 218 f.Kr. 217 f.Kr. 216 f.Kr. 215 f.Kr. 214 f.Kr. - 213 f.Kr. - 212 f.Kr. 211 f.Kr. 210 f.Kr. 209 f.Kr. 208 f.Kr. 214 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. Árstal: 219 f.Kr. 218 f.Kr. 217 f.Kr. 216 f.Kr. 215 f.Kr. - 214 f.Kr. - 213 f.Kr. 212 f.Kr. 211 f.Kr. 210 f.Kr. 209 f.Kr. 215 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. Árstal: 220 f.Kr. 219 f.Kr. 218 f.Kr. 217 f.Kr. 216 f.Kr. - 215 f.Kr. - 214 f.Kr. 213 f.Kr. 212 f.Kr. 211 f.Kr. 210 f.Kr. 216 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. Árstal: 221 f.Kr. 220 f.Kr. 219 f.Kr. 218 f.Kr. 217 f.Kr. - 216 f.Kr. - 215 f.Kr. 214 f.Kr. 213 f.Kr. 212 f.Kr. 211 f.Kr. Bjarki Thomsen. Bjarki Thomsen er ein føroyskur myndamaður, filmsleikstjóri, filmsframleiðari og tónaskald. Hann gjørdist kendur sum tann ið tók upp á film, meðan augusturin á Hvalastøðini við Áir brast 26. november 2013. Tey fáu sekundini, tá hvalurin brast nærmast beint í andlitið á lívfrøðinginum Bjarna Mikkelsen, sum rann avstað, hava ferðast kring allan heimin og eru sæð av nógvum milliónum fólkum. Bjarki arbeiðir sum freelance upptøkumaður fyri Kringvarpið, sum henda dagin, tá ið hvalurin brast. Hann hevur eisini gjørt reklamufilmar, tónleikavideo, kunnandi filmar um heilsu, ferðavinnufilmar o.a. Í 2011-12 gjørdi hann stuttfilmin "Ongin konflikt", sum varð frumsýndur í Montenegro 25. oktober 2012. Sara Olsvig. Sara Olsvig (fødd 26. september 1978 í Godthåb) er ein grønlendskur politikari frá Inuit Ataqatigiit. Hon gjørdist limur í danska Fólkatinginum í 2011, har hon sat til mai 2014, tá hon gjørdist floksformaður fyri Inuit Ataqatigiit og tí fór heimaftur til Grønlands. Hon er útbúgvin bachelor frá Grønlands Universiteti og hevur eina kandidatútbúgving í antropologi frá Keypmannahavns Universiteti. Sara Olsvig varð hin 12. marts 2013, eisini vald til Inatsisartut (Grønlands Landsting) fyri Inuit Ataqatigiit. Hon fekk fimthægsta tal av atkvøðum: 1030 atkvøður. Inuit Ataqatigiit. Inuit Ataqatigiit er ein vinstrahallur, loyingarsinnaður politiskur flokkur í Grønlandi. Flokkurin var stovnaður í 1976 og arbeiðir fyri at Grønland skal gerast ein sjálvstøðug tjóð. Sara Olsvig er forkvinna fyri Inuit Ataqatigiit, áðrenn hon tók við sum forkvinna í 2014 var Kuupik Kleist formaður frá 2008, meðan Josef Motzfeldt var formaður frá 1994 til 2007. 217 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. Árstal: 222 f.Kr. 221 f.Kr. 220 f.Kr. 219 f.Kr. 218 f.Kr. - 217 f.Kr. - 216 f.Kr. 215 f.Kr. 214 f.Kr. 213 f.Kr. 212 f.Kr. 218 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. Árstal: 223 f.Kr. 222 f.Kr. 221 f.Kr. 220 f.Kr. 219 f.Kr. - 218 f.Kr. - 217 f.Kr. 216 f.Kr. 215 f.Kr. 214 f.Kr. 213 f.Kr. 219 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. Árstal: 224 f.Kr. 223 f.Kr. 222 f.Kr. 221 f.Kr. 220 f.Kr. - 219 f.Kr. - 218 f.Kr. 217 f.Kr. 216 f.Kr. 215 f.Kr. 214 f.Kr. 220 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. Árstal: 225 f.Kr. 224 f.Kr. 223 f.Kr. 222 f.Kr. 221 f.Kr. - 220 f.Kr. - 219 f.Kr. 218 f.Kr. 217 f.Kr. 216 f.Kr. 215 f.Kr. 221 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. Árstal: 226 f.Kr. 225 f.Kr. 224 f.Kr. 223 f.Kr. 222 f.Kr. - 221 f.Kr. - 220 f.Kr. 219 f.Kr. 218 f.Kr. 217 f.Kr. 216 f.Kr. 222 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. Árstal: 227 f.Kr. 226 f.Kr. 225 f.Kr. 224 f.Kr. 223 f.Kr. - 222 f.Kr. - 221 f.Kr. 220 f.Kr. 219 f.Kr. 218 f.Kr. 217 f.Kr. 130-árini f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. - 2. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. - 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. 80-árini f.Kr. Ár: 139 f.Kr. 138 f.Kr. 137 f.Kr. 136 f.Kr. 135 f.Kr. 134 f.Kr. 133 f.Kr. 132 f.Kr. 131 f.Kr. 130 f.Kr. 140-árini f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. - 2. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. - 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. 90-árini f.Kr. Ár: 149 f.Kr. 148 f.Kr. 147 f.Kr. 146 f.Kr. 145 f.Kr. 144 f.Kr. 143 f.Kr. 142 f.Kr. 141 f.Kr. 140 f.Kr. 240 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. Árstal: 245 f.Kr. 244 f.Kr. 243 f.Kr. 242 f.Kr. 241 f.Kr. - 240 f.Kr. - 239 f.Kr. 238 f.Kr. 237 f.Kr. 236 f.Kr. 235 f.Kr. 241 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. Árstal: 246 f.Kr. 245 f.Kr. 244 f.Kr. 243 f.Kr. 242 f.Kr. - 241 f.Kr. - 240 f.Kr. 239 f.Kr. 238 f.Kr. 237 f.Kr. 236 f.Kr. 242 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. Árstal: 247 f.Kr. 246 f.Kr. 245 f.Kr. 244 f.Kr. 243 f.Kr. - 242 f.Kr. - 241 f.Kr. 240 f.Kr. 239 f.Kr. 238 f.Kr. 237 f.Kr. 243 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. Árstal: 248 f.Kr. 247 f.Kr. 246 f.Kr. 245 f.Kr. 244 f.Kr. - 243 f.Kr. - 242 f.Kr. 241 f.Kr. 240 f.Kr. 239 f.Kr. 238 f.Kr. 244 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. Árstal: 249 f.Kr. 248 f.Kr. 247 f.Kr. 246 f.Kr. 245 f.Kr. - 244 f.Kr. - 243 f.Kr. 242 f.Kr. 241 f.Kr. 240 f.Kr. 239 f.Kr. 245 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. Árstal: 250 f.Kr. 249 f.Kr. 248 f.Kr. 247 f.Kr. 246 f.Kr. - 245 f.Kr. - 244 f.Kr. 243 f.Kr. 242 f.Kr. 241 f.Kr. 240 f.Kr. 246 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. Árstal: 251 f.Kr. 250 f.Kr. 249 f.Kr. 248 f.Kr. 247 f.Kr. - 246 f.Kr. - 245 f.Kr. 244 f.Kr. 243 f.Kr. 242 f.Kr. 241 f.Kr. 247 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. Árstal: 252 f.Kr. 251 f.Kr. 250 f.Kr. 249 f.Kr. 248 f.Kr. - 247 f.Kr. - 246 f.Kr. 245 f.Kr. 244 f.Kr. 243 f.Kr. 242 f.Kr. 248 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. Árstal: 253 f.Kr. 252 f.Kr. 251 f.Kr. 250 f.Kr. 249 f.Kr. - 248 f.Kr. - 247 f.Kr. 246 f.Kr. 245 f.Kr. 244 f.Kr. 243 f.Kr. 249 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. Árstal: 254 f.Kr. 253 f.Kr. 252 f.Kr. 251 f.Kr. 250 f.Kr. - 249 f.Kr. - 248 f.Kr. 247 f.Kr. 246 f.Kr. 245 f.Kr. 244 f.Kr. Óluva Klettskarð. Óluva Klettskarð (fødd 24. juni 1965 í Klaksvík) er ein føroyskur lærari og politikari (Tjóðveldi). Útbúgving og størv. Hon er útbúgvin cand.mag. í søgu og føroyskum máli og bókmentum frá Fróðskaparsetri Føroya í ávikavist 1991 og 1996. Harumframt hevur hon lisið søgu sum høvuðsfak á Aarhus Universiteti í 2000. Hon starvaðist á Studenta og HF skúlin á Kambsdali skúlaárið 1996/1997. Síðan 1997 hevur hon verið undirvísari (adjunkt) í søgu og føroyskum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum í Tórshavn. Hon var forkvinna fyri skúlastýrið á Skúlanum við Ósánna í Klaksvík 2001–2008 og nevndarforkvinna í SP/f Leikalund 2004–2007. Politisk lívsleið. Óluva Klettskarð hevur verið býráðslimur í Klaksvík síðan 2009. Hon hevur møtt nakrar ferðir í stutt tíðarskeið á Føroya Løgtingi sum varalimur síðan 2008. Hon varð útnevnd til landsstýriskvinnu í mentamálum í seinnu stjórnini hjá Jóannesi Eidesgaards hin 30. august 2008, men noyddist at fara frá longu 15. september, tá Tjóðveldi tók seg úr samgonguni. Hon er aðalstjórnarforkvinna í starvsnevndini hjá Tjóðveldi. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon ikki vald, en tá ið Tjóðveldi kom í landsstýrið, tók hon sæti í Løgtinginum fyri systkinabarnið Sirið Stenberg, i gjørdist landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum. Familja. Faðir Óluvu er ættaður av Skarði á Kunoynni, móðir hennara er úr Suðuroy. Foreldrini, Edith og Páll Klettskarð, settu á stovn teirra egna virkið, ið framleiddi handskar, seinni gjørdist pápin virkin sum reiðari. Tey eru búsitandi í Haraldsundi. Óluva er gift Andrasi Sólstein, tey búgva í Klaksvík og eiga tveir synir: Páll Andrasson Klettskarð (f. 1990), sum er kendur sum landsliðsleikari í fótbólti, og Ári Andrasson Klettskarð (f. 2001). Óluva er systkinabarn Sirið Stenberg, løgtingskvinnu. Páll Klettskarð. Páll Andrasson Klettskarð (føddur 17. mai 1990) er ein føroyskur fótbóltsleikari, álopsleikari, ið spælir fyri KÍ Klaksvík og Føroyar. Altjóða fótbóltslívsleið. Páll varð úttikin til føroyska A-landsliðið í fótbólti í februar 2013 til ein venjingardyst í Teilandi, og hann varð eisini skiftur inn í dystinum móti U23 landsliðnum hjá Teilandi. Hann spældi sín fyrsta alment skrásetta landsdystin fyri Føroyar í einum HM undankappingardysti móti Írlandi hin 7. juni 2013. Familja. Páll er sonur Óluvu Klettskarð, fyrrverandi landsstýriskvinnu í mentamálum, og Andrass Sólstein. Páll hevur røtur frá útdeyðu bygdini á Skarði (á Kunoynni), úr Klaksvík og úr Suðuroynni. 223 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. Árstal: 228 f.Kr. 227 f.Kr. 226 f.Kr. 225 f.Kr. 224 f.Kr. - 223 f.Kr. - 222 f.Kr. 221 f.Kr. 220 f.Kr. 219 f.Kr. 218 f.Kr. 224 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. Árstal: 229 f.Kr. 228 f.Kr. 227 f.Kr. 226 f.Kr. 225 f.Kr. - 224 f.Kr. - 223 f.Kr. 222 f.Kr. 221 f.Kr. 220 f.Kr. 219 f.Kr. 225 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. Árstal: 230 f.Kr. 229 f.Kr. 228 f.Kr. 227 f.Kr. 226 f.Kr. - 225 f.Kr. - 224 f.Kr. 223 f.Kr. 222 f.Kr. 221 f.Kr. 220 f.Kr. 226 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. Árstal: 231 f.Kr. 230 f.Kr. 229 f.Kr. 228 f.Kr. 227 f.Kr. - 226 f.Kr. - 225 f.Kr. 224 f.Kr. 223 f.Kr. 222 f.Kr. 221 f.Kr. 227 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. Árstal: 232 f.Kr. 231 f.Kr. 230 f.Kr. 229 f.Kr. 228 f.Kr. - 227 f.Kr. - 226 f.Kr. 225 f.Kr. 224 f.Kr. 223 f.Kr. 222 f.Kr. 228 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. Árstal: 233 f.Kr. 232 f.Kr. 231 f.Kr. 230 f.Kr. 229 f.Kr. - 228 f.Kr. - 227 f.Kr. 226 f.Kr. 225 f.Kr. 224 f.Kr. 223 f.Kr. 229 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. Árstal: 234 f.Kr. 233 f.Kr. 232 f.Kr. 231 f.Kr. 230 f.Kr. - 229 f.Kr. - 228 f.Kr. 227 f.Kr. 226 f.Kr. 225 f.Kr. 224 f.Kr. 230 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. Árstal: 235 f.Kr. 234 f.Kr. 233 f.Kr. 232 f.Kr. 231 f.Kr. - 230 f.Kr. - 229 f.Kr. 228 f.Kr. 227 f.Kr. 226 f.Kr. 225 f.Kr. 231 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. Árstal: 236 f.Kr. 235 f.Kr. 234 f.Kr. 233 f.Kr. 232 f.Kr. - 231 f.Kr. - 230 f.Kr. 229 f.Kr. 228 f.Kr. 227 f.Kr. 226 f.Kr. 232 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. Árstal: 237 f.Kr. 236 f.Kr. 235 f.Kr. 234 f.Kr. 233 f.Kr. - 232 f.Kr. - 231 f.Kr. 230 f.Kr. 229 f.Kr. 228 f.Kr. 227 f.Kr. 233 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. Árstal: 238 f.Kr. 237 f.Kr. 236 f.Kr. 235 f.Kr. 234 f.Kr. - 233 f.Kr. - 232 f.Kr. 231 f.Kr. 230 f.Kr. 229 f.Kr. 228 f.Kr. 234 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. Árstal: 239 f.Kr. 238 f.Kr. 237 f.Kr. 236 f.Kr. 235 f.Kr. - 234 f.Kr. - 233 f.Kr. 232 f.Kr. 231 f.Kr. 230 f.Kr. 229 f.Kr. 235 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. Árstal: 240 f.Kr. 239 f.Kr. 238 f.Kr. 237 f.Kr. 236 f.Kr. - 235 f.Kr. - 234 f.Kr. 233 f.Kr. 232 f.Kr. 231 f.Kr. 230 f.Kr. 236 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. Árstal: 241 f.Kr. 240 f.Kr. 239 f.Kr. 238 f.Kr. 237 f.Kr. - 236 f.Kr. - 235 f.Kr. 234 f.Kr. 233 f.Kr. 232 f.Kr. 231 f.Kr. 237 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. Árstal: 242 f.Kr. 241 f.Kr. 240 f.Kr. 239 f.Kr. 238 f.Kr. - 237 f.Kr. - 236 f.Kr. 235 f.Kr. 234 f.Kr. 233 f.Kr. 232 f.Kr. Stefan Schlett. Stefan Schlett (føddur 31. Januar 1962 í Kleinostheim við Aschaffenburg) er ein týskur ítróttamaður innan ekstreman ítrótt. Hann íðkar ultra-langrenningskappingar, fellskermsútolop, triatlon og fjallaklintran. Hann hevur fleiri ferðir verið í Føroyum. Í 2014 vitjaði hann Føroyar fyri at renna sítt maraton nummar 690 og fyri at vitja Lítla Dímun. Lívsleið innan ítrótt. Stefan Schlett er ein av tveimum persónum í heiminum, ið hevur megnað at krossað trý kontinent til gongu ella í rennikappingum: Amerika 1992, Avstralia 2001, Evropa 2003. Harumframt er hann tann fyrsti týskarin, ið hevur runnið eitt maraton á øllum sjey kontinetunum, og hann eigut týska metið fyri ultramaraton frá 1.000 km til 1.300 míl. Hann hevur runnið heimsins hægsta maraton (Everest Marathon), heimsins lægsta (Sea Genezareth Maraton), heimsins norðasta (Spitzbergen Marathon) og heimsins syðsta (Antartica marathon). Hann hevur eisini vunnið Chinese Wall Marathon (1998). Hann hevur runnið 4723 kilometrar tvørtur um Amerika úr Los Angeles til New York. Hann hevur runnið 4292 kilometrar tvørtur um Avstralia úr Perth til Canberra. Hann hevur runnið tvørtur um Evropa úr Lissabon til Moskva (5.015 kilometrar), og so hevur hann eisini tikið Afrika upp á longs, úr Kairo til Cape Town, men tað var á fjallasúkklu. Ztefan hevur lopið á falskýggja (skydiving) yvir Norðurpólin, hann hevur týska metið í 1000 kilometra renning (8 dagar + 3:51:27 tímar) í 1000 miles (13 dagar + 16:11:06 tímar), 2000 kilometrum (17 dagar + 6:28:02) og 1300 miles (17 dagar + 23:42:13). Hann hevur runnið maraton á eini rennibreyt (155 metrar) umborð á einum skipi. Hevur runnið eitt ultra-maraton (50 km) í einum námi 700 metrar undir jørð. Hann hevur verið m.a. uppi á Pik Lenin (7134 metrar í Kirgisistan), Pik Korschenewskaja (7104 metrar í Tadsjikistan), Aconcagua (6959 metrar í Argentina), Kilimanjaro (5895 metrar í Tansania), Elbrus (5642 m í Russlandi) og Mount McKinley (6194 metrar í Alaska). Ólavur Frederiksen. Ólavur Frederiksen (føddur 1970 í Tórshavn) er ein føroyskur myndamaður. Hann er útbúgvin elektikari og grafiskur prentari, men hevur altíð havt stóran áhuga í myndatøku. Seinastu árini hevur meira ella minni starvast fulla tíð sum myndamaður. Myndir hansara hava verið at sæð í fleiri ymiskum ferðavinnubókum og tíðarritum kring heimin, og hava eisini prýtt føroysk frímerki. Í 2014 útgav hann sína fyrstu myndabók við heitinum "150 impressions from the Faroe Islands". 250 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. Árstal: 255 f.Kr. 254 f.Kr. 253 f.Kr. 252 f.Kr. 251 f.Kr. - 250 f.Kr. - 249 f.Kr. 248 f.Kr. 247 f.Kr. 246 f.Kr. 245 f.Kr. 251 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. Árstal: 256 f.Kr. 255 f.Kr. 254 f.Kr. 253 f.Kr. 252 f.Kr. - 251 f.Kr. - 250 f.Kr. 249 f.Kr. 248 f.Kr. 247 f.Kr. 246 f.Kr. Trojany. Trojany er ein bygd í Póllandi. Trojany hevur 490 íbúgvar (2014). 238 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. Árstal: 243 f.Kr. 242 f.Kr. 241 f.Kr. 240 f.Kr. 239 f.Kr. - 238 f.Kr. - 237 f.Kr. 236 f.Kr. 235 f.Kr. 234 f.Kr. 233 f.Kr. 239 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. Árstal: 244 f.Kr. 243 f.Kr. 242 f.Kr. 241 f.Kr. 240 f.Kr. - 239 f.Kr. - 238 f.Kr. 237 f.Kr. 236 f.Kr. 235 f.Kr. 234 f.Kr. 252 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. Árstal: 257 f.Kr. 256 f.Kr. 255 f.Kr. 254 f.Kr. 253 f.Kr. - 252 f.Kr. - 251 f.Kr. 250 f.Kr. 249 f.Kr. 248 f.Kr. 247 f.Kr. Helgi Larsen. Helgi Larsen úr Vági er ein føroyskur uppfinnari, hann uppfann eitt slóðbrótandi nýtt slag av trollemmum. Hann hevur eisini roynt seg sum listamann, hann hevur gjørt standmyndina av kyndlaberarum, sum varð avdúkað nýggjársaftan 1999 í Tríkantinum við Sandin í Vági, har ein træbátur verður brendur hvørt nýggjár. Hann er stjóri í fyritøkuni SP/F HL Development, sum varð sett á stovn í 2011. Endamálið hjá fyritøkuni er at fáast við handverk, handil, íløgur og ráðgeving og annað virksemi í hesum sambandi. Trollemmarnir. Helgi Larsen uppfann eitt nýtt slag av trollemmum, sum verða framleiddir og seldir til trolarar kring heimin. Hann teknaði trollemmar fyri fyritøkuna Injector Trawldoors P/F, sum fyrrverandi landsliðsleikarin í fótbólti, Jan Allan Müller, var stjóri í. FaroeBusinessReport skrivaði eina grein um fyritøkuna í 2008. Har verður eitt sagt, at trollemmarnir vóru nógv eftirspurdir, tí teir sambært fleiri av brúkarunum økja um fiskiveiðuna og minka um orkunýtsluna hjá skipunum. Injector Trawldoor er heimahoyrandi í Horsens í Danmark, tó fer framleiðslan fram hjá Baco Steel, sum Injector Door Ltd. eigur, í Kina á einum øki á 4000m2.Á heimasíðuni hjá Injector í Horsens verður sagt á enskum um uppfinningina hjá Helga Larsen: "TRAWLING HAS NEVER BEEN THE SAME since Helgi Larsen’s breakthrough invention brought us the aeronautically designed, hydro dynamically optimised trawl doors also known as the Injector doors." Vónin Canada selur eisini trollemmarnar, ið Helgi Larsen uppfann og teknaði. Familja. Helgi er sonur Magnus Johan Larsen (1922-83) úr Porkeri og Marnu Poulsen (1930-98) úr Vági. Systkin: Óli, Lis, Lars og Mirjam. Tey búðu í Tippinum í Vági. Tuxedo Rebels. Tuxedo Rebels er ein føroysk tónleikaduo. Tað vóru Knút Háberg Eysturstein og Petur Pólson, ið stovnaðu bólkin í 2002. Teir góvu út fyrstu fløguna í 2014, áðrenn tað høvdu teir givið trý stakløg út, sum øll eru á fløguni. Teir báðir hava skrivað allan tónleikin. Aftrat sær hava teir Benjamin Petersen, Per I. Højgaard Petersen og Jens L. Thomsen, umframt Solveig H. Olsen, Sunva H. Olsen, Rakul Dalsgaard og Døgg Petursdóttir. 253 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. Árstal: 258 f.Kr. 257 f.Kr. 256 f.Kr. 255 f.Kr. 254 f.Kr. - 253 f.Kr. - 252 f.Kr. 251 f.Kr. 250 f.Kr. 249 f.Kr. 248 f.Kr. 254 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. Árstal: 259 f.Kr. 258 f.Kr. 257 f.Kr. 256 f.Kr. 255 f.Kr. - 254 f.Kr. - 253 f.Kr. 252 f.Kr. 251 f.Kr. 250 f.Kr. 249 f.Kr. 150-árini f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. - 2. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. - 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. 100-árini f.Kr. Ár: 159 f.Kr. 158 f.Kr. 157 f.Kr. 156 f.Kr. 155 f.Kr. 154 f.Kr. 153 f.Kr. 152 f.Kr. 151 f.Kr. 150 f.Kr. 160-árini f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. - 2. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. - 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. 110-árini f.Kr. Ár: 169 f.Kr. 168 f.Kr. 167 f.Kr. 166 f.Kr. 165 f.Kr. 164 f.Kr. 163 f.Kr. 162 f.Kr. 161 f.Kr. 160 f.Kr. 255 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. Árstal: 260 f.Kr. 259 f.Kr. 258 f.Kr. 257 f.Kr. 256 f.Kr. - 255 f.Kr. - 254 f.Kr. 253 f.Kr. 252 f.Kr. 251 f.Kr. 250 f.Kr. 170-árini f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. - 2. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. - 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. 120-árini f.Kr. Ár: 179 f.Kr. 178 f.Kr. 177 f.Kr. 176 f.Kr. 175 f.Kr. 174 f.Kr. 173 f.Kr. 172 f.Kr. 171 f.Kr. 170 f.Kr. 180-árini f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. - 2. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. - 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. 130-árini f.Kr. Ár: 189 f.Kr. 188 f.Kr. 187 f.Kr. 186 f.Kr. 185 f.Kr. 184 f.Kr. 183 f.Kr. 182 f.Kr. 181 f.Kr. 180 f.Kr. 190-árini f.Kr.. Øldir: 3. øld f.Kr. - 2. øld f.Kr. - 1. øld Áratíggju: 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. - 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. 140-árini f.Kr. Ár: 199 f.Kr. 198 f.Kr. 197 f.Kr. 196 f.Kr. 195 f.Kr. 194 f.Kr. 193 f.Kr. 192 f.Kr. 191 f.Kr. 190 f.Kr. 200-árini f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. - 3. øld f.Kr. - 2. øld f.Kr. Áratíggju: 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. - 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. 150-árini f.Kr. Ár: 209 f.Kr. 208 f.Kr. 207 f.Kr. 206 f.Kr. 205 f.Kr. 204 f.Kr. 203 f.Kr. 202 f.Kr. 201 f.Kr. 200 f.Kr. 210-árini f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. - 3. øld f.Kr. - 2. øld Áratíggju: 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. - 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. 160-árini f.Kr. Ár: 219 f.Kr. 218 f.Kr. 217 f.Kr. 216 f.Kr. 215 f.Kr. 214 f.Kr. 213 f.Kr. 212 f.Kr. 211 f.Kr. 210 f.Kr. 220-árini f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. - 3. øld f.Kr. - 2. øld Áratíggju: 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. - 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. 170-árini f.Kr. Ár: 229 f.Kr. 228 f.Kr. 227 f.Kr. 226 f.Kr. 225 f.Kr. 224 f.Kr. 223 f.Kr. 222 f.Kr. 221 f.Kr. 220 f.Kr. 230-árini f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. - 3. øld f.Kr. - 2. øld Áratíggju: 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. - 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. 180-árini f.Kr. Ár: 239 f.Kr. 238 f.Kr. 237 f.Kr. 236 f.Kr. 235 f.Kr. 234 f.Kr. 233 f.Kr. 232 f.Kr. 231 f.Kr. 230 f.Kr. 240-árini f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. - 3. øld f.Kr. - 2. øld Áratíggju: 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. - 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. 190-árini f.Kr. Ár: 249 f.Kr. 248 f.Kr. 247 f.Kr. 246 f.Kr. 245 f.Kr. 244 f.Kr. 243 f.Kr. 242 f.Kr. 241 f.Kr. 240 f.Kr. 250-árini f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. - 3. øld f.Kr. - 2. øld Áratíggju: 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. Ár: 259 f.Kr. 258 f.Kr. 257 f.Kr. 256 f.Kr. 255 f.Kr. 254 f.Kr. 253 f.Kr. 252 f.Kr. 251 f.Kr. 250 f.Kr. 260-árini f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. - 3. øld f.Kr. - 2. øld Áratíggju: 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. Ár: 269 f.Kr. 268 f.Kr. 267 f.Kr. 266 f.Kr. 265 f.Kr. 264 f.Kr. 263 f.Kr. 262 f.Kr. 261 f.Kr. 260 f.Kr. Elin Mortensen. Elin Henrietta Elisabeth Mortensen (fødd 26. mai 1920 á Tvøroyri, deyð 12. juni 2014 í Havn) var ein føroyskur lærari, rithøvundur og týðari. Familja. Foreldur: Johan Mortensen, lærari, ættaður úr Øravík, og Cathrina Maria, fødd Nolsøe, Tvøroyri. Systkin: Daniel Jacob Eilif (Eilif Mortansson), f. 14. januar 1916, d. 28. oktober 1989, Axel Ib Fridtjof, f. 11. februar 1918. HM í fótbólti 2014. HM í fótbólti 2014 er tann 20. útgávan av HM í fótbólti, ið er ein altjóða kapping fyri menn, ið verður hildin í Brasil frá 12. juni til 13. juli 2014. Hetta er aðru ferð, at Brasil er vertur fyri heimsmeistaraskapin í fótbólti hjá monnum, seinastu ferð var í 1950. Brasil varð valt til vertstjóð til endaumfarið uttan mótstøðu, eftir at altjóða fótbóltsfelagsskapurin, FIFA, almannakunngjørdi, at kappingin skuldi haldast í Suðuramerika fyri fyrstu ferð síðan 1978 í Argentina. Hetta er fimtu ferð yvirhøvur, at kappingin verður hildin í Suðuramerika. Allir heimsmeistar í fótbólti síðan tann fyrsta heimsmeistaraskapin í fótbólti í 1930 (Argentina, Ongland, Frakland, Italia, Spania og Uruguei) luttaka í kappingini. Spania er forsvarandi heimsmeistari. Teir vunnu móti Niðurlondum 1-0 í finaluni. Hinar fýra ferðirnar ið heimsmeistaraskapurin í fótbólti hevur verið hildin í Suðuramerika, hevur eitt Suðuramerikanskt lið vunnið kappingina. Vivian Maier. Vivian Dorothea Maier (fødd 1. februar 1926, deyð 21. apríl 2009) var ein amerikonsk/fronsk myndakvinna, sum varð fødd í New York, USA, men lutvíst vaks upp í Fraklandi. Foreldur hennara vóru franska Maria Jaussaud og eysturríkski Charles Maier. Hon arbeiddi í umleið 40 ár sum barnagenta í Chicago, Illinois, og samstundis tók hon meira enn 150.000 myndir í frítíðini, og meðan hon gekk túrar við børnunum, ið hon ansaði. Myndirnar eru fyri tað mesta tiknar í gøtunum í New York, Chicago og Los Angeles. Eitt skifti fór hon út í onnur lond at ferðast og var burturi í fleiri mánaðir. Hon tók nógvar myndir á túrinum. Fleiri myndir eru eisini tiknar í Fraklandi. Myndir hennara vóru ókendar, meðan hon var á lívi, og ein stórur partur av teimum vóru ongantíð framkallaðar. Myndirnar gjørdust ikki kendar fyrr enn eftir at ein søgufrøðingur og savnari úr Chicago, John Maloof, kom fram á myndirnar í 2007. Hann visti í fyrstani ikki, hvør ið hevði tikið myndirnar, men tað eydnaðist honum so við og við at finna fram til hvør ið hevði tikið tær, og hann fann eisini fram til ymisk fólk ið hon hevði arbeitt hjá og børn ið hon hevði ansað og sum nú vóru blivin vaksin. Hann náddi tó ikki at finna fram til Vivian Maier sjálva, fyrr enn stutta tíð eftir at hon var deyð, tá hann fann fram til eina lýsing ið boðaði frá, at hon var deyð. Myndirnar eru blivnar kendar og eru framsýndar í fleiri ymiskum londum í Norðuramerika, Vesturevropa og Asia og eru publiseraðar í nógvum greinum kring allan heimin. Fleiri bøkur eru skrivaðar og dokumentarfilmar eru gjørdir um lív og verk hennara. Jórun Larsen Mørkøre. Jórun Larsen Mørkøre (fødd 19. juli 1970 í Klaksvík) er ein føroysk vinnulívskvinna, bakari og ítróttakvinna. Hon eigur og er stjóri í síni egnu fyritøku, ið nevnist "Bakaríið hjá Jórun" og liggur í Klingrugarði í Klaksvík. Lívsleið sum vinnulívskvinna. Hon varð útlærd sum bakari sum 23 ára gomul, og í 1999 valdu hon og maðurin Kim at keypa bakaríið Hjá KI frá svágri hennara. Jórun fór beinanvegin undir at nýmótansgera og víðka um fyritøkuna, men vakstrarmøguleikarnir vóru avmarkaðir og Jórun søkti tí um at fáa grundstykki, tá økið Klingrugarður varð útlagt sum ídnaðarøki í Klaksvík, og í 2004 stóð nýbygda bakaríið ‘Hjá Jórun’ klárt at taka í nýtslu. Bakaríð hjá Jórun hevur støðugt ment seg og fyritøkan umsetur fyri milliónir. Hesi seinastu fimm árini hevur bakaríið í meðal útgoldið 6 mió kr í lønum um árið, ella góðar 30 mió kr tilsamans og er bakaríið tískil eitt av stóru arbeiðsplássunum í Klaksvík. Í 2013 varð Jórun kosin Megnarkvinna 2013. Lívsleið innan ítrótt. Hon er aktivur rennari og rennur fyri felagið Treysti úr Klaksvík, har hon eisini er limur í trivnaðarnevnini hjá felagnum. Hon luttók á HM í hálvmaraton 2014, sum varð hildið í Keypmannahavn, hon kom á mál við tíðini 1:50.37. Hon luttók eisini á Eik hálvmaraton Klaksvík 2014, har hon gjørdist nummar sjey í opna bólkinum hjá kvinnum við tíðini 1:52.45. Hon hevur fyrr verið aktiv innan hondbólt, fótbólt og flogbólt. Kendast man hon tó vera fyri avrikini innan fitness kappingar. Hon hevur sett fleiri føroysk met og í juni 2014 vann hon kappingina Natural Power Fitness í Danmark. Nummar tvey í somu kapping gjørdist havnakvinnan Árna Fjallstein. Hjá monnum gjørdist føroyingurin David Arge Galan nummar tvey. Føroysk styrkismet sum Jórun hevur sett. "Tølini niðanfyri eru dagførd sambært heimasíðuni yndi.fo hin 14. juni 2014." 256 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. Árstal: 261 f.Kr. 260 f.Kr. 259 f.Kr. 258 f.Kr. 257 f.Kr. - 256 f.Kr. - 255 f.Kr. 254 f.Kr. 253 f.Kr. 252 f.Kr. 251 f.Kr. Símun Petur Zachariasen. Símun Petur Zachariasen (føddur 2. november 1887 á Kirkju, deyður 15. oktober 1977) var ein føroyskur lærari, blaðstjóri og politikari (Sjálvstýrisflokkurin). Hann var sonur Malenu Frederikku Simonsen úr Hattarvík og Símun Mikkjal Zachariasen av Kirkju, og bróður Louis Zachariasen. Símun Petur Zachariasen giftist Mariu Henriksen úr Klaksvík. Álvur Zachariasen er sonur teirra. Símun Petur Zachariasen varð útbúgvin lærari frá Føroya Læraraskúla í 1908, og starvaðist sum lærari í Klaksvík 1914–1953 og sum blaðstjóri á "Norðlýsinum" frá 1915. Hann var stjóri í Norðoya Sparikassa 1919–1976. Hann var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu 1930–1934. Zachariasen umboðaði Sjálvstýrisflokkin á Føroya løgtingi tíðarskeiðini 1928–1943 og 1946–1956, valdur fyri Norðoya valdømi. Ingibjørg Hansen. Ingibjørg Hansen (fødd 10. januar 1991) er ein føroysk songkvinna úr Mikladali. Hin 6. november 2004 vann Ingibjørg, einans 13 ára gomul, sannførandi finaluna í sangkappingini "Barnaprix", sum varð hildin í Torginum í SMS. Ingibjørg gjørdist vinnari av finaluni við sanginum "Crazy" hjá Willy Nelson, og var tað eftir luttøkuna í sangkappingini, at hon byrjaði at syngja alment. Hon hevur eitt nú framført saman við Rana Nolsøe. Í 2005 innsang Ingibjørg sangin "Nevið Reyða", skrivaður av Niclasi Hera Jákupssyni, til kappróðrarbátin, Nevið Reyða, sum er áttamannafarið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Í 2006 innsang Ingibjørg kappróðrarsangin "Bestur gjørdist Klaksvíkingur" til tíggjumannafarið hjá Klaksvíkar Róðrarfelagi. Orðini til sangin, "Bestur gjørdist Klaksvíkingur", hevur Ingibjørg sjálv skrivað, og lagið hevur Alvin Ellebye Andersen smíðað. Í 2011 kom jólafløgan "Tað lýsa stjørnur" eftir Árna Andreasen út, og á hesari fløgu syngur Ingibjørg vakra jólasangin "Á himli bleiktrar stjørnuhav í kvøld". Í samband við at standmyndin av Kópakonuni varð avdúkað hin 1. august 2014 niðri á Storakneysa í Mikladali, sang Ingibjørg m.a. sangin "Saknur". [2] 257 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. Árstal: 262 f.Kr. 261 f.Kr. 260 f.Kr. 259 f.Kr. 258 f.Kr. - 257 f.Kr. - 256 f.Kr. 255 f.Kr. 254 f.Kr. 253 f.Kr. 252 f.Kr. 258 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. Árstal: 263 f.Kr. 262 f.Kr. 261 f.Kr. 260 f.Kr. 259 f.Kr. - 258 f.Kr. - 257 f.Kr. 256 f.Kr. 255 f.Kr. 254 f.Kr. 253 f.Kr. Bjarni Nielsen. Bjarni Nielsen úr Havn er ein føroyskur ítróttamaður, sum íðkar styrkisvenjing. Hin 21. juni 2014 vann hann kappingina Føroya sterkasti maður 2014 við 22,5 stigum. Í 2013 gjørdist hann nummar tvey í hesi kapping, næst eftir Boga Hammer. Nummar tvey í 2014 gjørdist Jákup Suni Berg við 20 stigum og nummar trý Bogi Hammer við 14,5 stigum, meðan Helgi Lamhauge úr Runavík endaði á fjórða plássi við 10 stigum. Sterkastur í Føroyum 2012. Í 2012 vóru hesar seks kappingarnar og vinnararnir av teimum: Jákup Súni Berg koppaði 400 kg tungum dekki 6 ferðir við tíðini 31,28 sek. Gunnar Grækarisson vann næstu kappingina, tá 110 kg skuldu lyftast upp í loft oftast, hann lyfti 16 ferðir. Lastbilur í 5. giri skuldi sleipast eftir gólvinum, bert fá sekund millum teir fremstu, Jákup Suni vann hesa kappingina. Bogi Hammer vann næstu kapping, sum var strok, har byrjað varð við 195 kg, vektin øktist við 15 kg hvørja ferð, Bogi lyfti 5 ferðir. Bogi vann eisini seinastu kappingina, sum ver dead lift við tungum dekkum. Bogi lyfti 315 kg. Beinta í Jákupsstovu. Beinta í Jákupsstovu (fødd 1951 í Sørvági) er ein føroyskur granskari, Dr.polit., adjungeraður lektari í stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Lívsleið. Hon tók studentsprógv úr Hoydølum 1971, fekk síðan pláss á Regensen og tók 1. part í sosiologi við Universitetið í Keypmannahavn. Eftir tað flutti hon til Bergens, og tók cand. polit. prógv í Offentlig administrasjon og organisasjonskunnskap við Universitetið í Bergen í 1982. Hon tók hjágrein í geografi við Universitetið í Bergen í 1977. Hon búði í Haram kommunu í Sunnmøre 1978-1987. Hon var lærari á studentaskúlanum í Brattvåg, og eitt skifti fulltrúi í kommunalu heilsufyrisitingini. Skúlaárið 1983/84 var alt húskið í Fuglafirði, tá Beinta hevði starv á Studentaskúlanum í Gøtugjógv fram til ársskiftið, og arbeiddi síðan á Landsskúlafyrisitingini fram til summarfrítíðina. Familjan flutti í 1987 til Molde, har Beinta fekk starv á Høgskolen i Molde, fyrstu tíðina mest í fyrisitingini, men síðan 1991 varð tað meira og meira undirvísing og gransking. Í 1992 fekk hon granskingarstyrk frá NorFa, og var hon tá nakrar mánaðir á Fróðskaparsetrinum og við Háskóla Íslands. Í 1995 fekk hon fast starv sum høgskolelektor (seinni 1. amanuensis) í stjórnmálafrøði. Tók dr. polit. heitið við Universitetið í Bergen í 2003. Familja. Foreldur: Edith fødd Lamhauge úr Lamba og Jákup í Jákupsstovu, úr Sørvági. Giftist Rolf Bugge frá Eidsøra í Noregi í 1978. Børn: Guri, f. 1979, Edit, f. 1983 og Heine, f. 1985. Beinta er uppvaksin í J. Paturssonargøtu í Havn saman við sjey systkjum. 259 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. - 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. 200-árini f.Kr. Árstal: 264 f.Kr. 263 f.Kr. 262 f.Kr. 261 f.Kr. 260 f.Kr. - 259 f.Kr. - 258 f.Kr. 257 f.Kr. 256 f.Kr. 255 f.Kr. 254 f.Kr. 260 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. Árstal: 265 f.Kr. 264 f.Kr. 263 f.Kr. 262 f.Kr. 261 f.Kr. - 260 f.Kr. - 259 f.Kr. 258 f.Kr. 257 f.Kr. 256 f.Kr. 255 f.Kr. 261 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. Árstal: 266 f.Kr. 265 f.Kr. 264 f.Kr. 263 f.Kr. 262 f.Kr. - 261 f.Kr. - 260 f.Kr. 259 f.Kr. 258 f.Kr. 257 f.Kr. 256 f.Kr. 262 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. Árstal: 267 f.Kr. 266 f.Kr. 265 f.Kr. 264 f.Kr. 263 f.Kr. - 262 f.Kr. - 261 f.Kr. 260 f.Kr. 259 f.Kr. 258 f.Kr. 257 f.Kr. 263 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. Árstal: 268 f.Kr. 267 f.Kr. 266 f.Kr. 265 f.Kr. 264 f.Kr. - 263 f.Kr. - 262 f.Kr. 261 f.Kr. 260 f.Kr. 259 f.Kr. 258 f.Kr. Zakynthos. Zakynthos (grikskt: Ζάκυνθος, "Zákinthos"; venesianskt-italskt: "Zante") er ein grisk oyggj í Jóniska havinum, ein av Jónisku Oyggjunum við vesturstrond Grikkalands við umleið 32.000 íbúgvum. Oyggin er 407,58 km2 til støddar (til samanberingar kann nevnast, at Streymoy er 372 km2) og er tann triðstørsta av teimum Jónisku oyggjunum og tann 10. størsta í Grikkalandi eftir vídd. Oyggin er ein kommuna, fyrr vóru tað 6 kommunur í oynni, hetta var broytt í 2011, tá nógvar kommunusamanleggingar vóru framdar í Grikkalandi. 264 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. Árstal: 269 f.Kr. 268 f.Kr. 267 f.Kr. 266 f.Kr. 265 f.Kr. - 264 f.Kr. - 263 f.Kr. 262 f.Kr. 261 f.Kr. 260 f.Kr. 259 f.Kr. 265 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. Árstal: 270 f.Kr. 269 f.Kr. 268 f.Kr. 267 f.Kr. 266 f.Kr. - 265 f.Kr. - 264 f.Kr. 263 f.Kr. 262 f.Kr. 261 f.Kr. 260 f.Kr. 266 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. Árstal: 271 f.Kr. 270 f.Kr. 269 f.Kr. 268 f.Kr. 267 f.Kr. - 266 f.Kr. - 265 f.Kr. 264 f.Kr. 263 f.Kr. 262 f.Kr. 261 f.Kr. 267 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. Árstal: 272 f.Kr. 271 f.Kr. 270 f.Kr. 269 f.Kr. 268 f.Kr. - 267 f.Kr. - 266 f.Kr. 265 f.Kr. 264 f.Kr. 263 f.Kr. 262 f.Kr. 268 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. Árstal: 273 f.Kr. 272 f.Kr. 271 f.Kr. 270 f.Kr. 269 f.Kr. - 268 f.Kr. - 267 f.Kr. 266 f.Kr. 265 f.Kr. 264 f.Kr. 263 f.Kr. 269 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. - 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. 210-árini f.Kr. Árstal: 274 f.Kr. 273 f.Kr. 272 f.Kr. 271 f.Kr. 270 f.Kr. - 269 f.Kr. - 268 f.Kr. 267 f.Kr. 266 f.Kr. 265 f.Kr. 264 f.Kr. 270 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. Árstal: 275 f.Kr. 274 f.Kr. 273 f.Kr. 272 f.Kr. 271 f.Kr. - 270 f.Kr. - 269 f.Kr. 268 f.Kr. 267 f.Kr. 266 f.Kr. 265 f.Kr. 271 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. Árstal: 276 f.Kr. 275 f.Kr. 274 f.Kr. 273 f.Kr. 272 f.Kr. - 271 f.Kr. - 270 f.Kr. 269 f.Kr. 268 f.Kr. 267 f.Kr. 266 f.Kr. Hareidlandet. Hareidlandet er ein oyggj í Møre og Romsdal í Vesturnoregi. Hon er 165 km2 í vídd og hevur umleið 11 400 íbúgvar (2004). Størsti býur er Ulsteinvik. Blåtind er hægsta fjall í Hareidlandet. Hann røkkur upp á 697 m. Jona Henriksen. Jona Elisabeth Frida Henriksen, betri kend sum Jona Henriksen (fødd 4. januar 1924 í Tórshavn) er ein fyrrverandi føroyskur politikari (Javnaðarflokkurin) og skrivstovukvinna. Hon var í starvi hjá Føroya Banka 1950–1967, og seinni starvaðist hon sum skrivari hjá KFUK 1967–1997. Hon hevur verið limur í Føroya kirkjustjórn, Útvarpsnevndini, Føroya skúlastjórn og í stýrinum fyri Landssjúkrahúsið. Hon var býráðslimur í Tórshavnar býráð 1968–1972, møtti sum varalimur á Føroya Løgtingi 1975–1978, og var sum fyrsta føroyska kvinnan (saman við Karin Kjølbro), vald inn á Løgtingi 1978–1980. Jona varð ikki afturvald í 1980, men sat í Løgtinginum sum varalimur til 1988. Jona er dóttir Elisabeth Mouritsen (1903-91) og Johan Pauli Henriksen, sum var borgarstjóri í Havn, løgtingslimur og stýrislimur í Havnar Arbeiðsmannafelag. Móðir hennara var við til at seta á stovn ungmannafelagið Merkið. Katrin Dahl Jakobsen. Katrin Elisabeth Dahl Jakobsen (fødd 20. mai 1951 í Tórshavn) er ein føroyskur politikari (Javnaðarflokkurin). Hon varð útbúgvin sum lærari í 1982. Hon var løgtingslimur umboðandi Suðurstreymoyar valdømi frá 1998 til 2004, og aftur frá 2008 til 2011. Hon var 2. varalimur frá 2004 til 2008. Harumframt var hon býráðslimur í Tórshavnar býráð frá 2005 til 2008. Katrin var formaður í Løgtingsins vinnunevnd frá 2008 til 2011 og í Løgtingsins mentanarnevnd frá 1998 til 2000. 270-árini f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. - 3. øld f.Kr. - 2. øld Áratíggju: 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. Ár: 279 f.Kr. 278 f.Kr. 277 f.Kr. 276 f.Kr. 275 f.Kr. 274 f.Kr. 273 f.Kr. 272 f.Kr. 271 f.Kr. 270 f.Kr. 272 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. Árstal: 277 f.Kr. 276 f.Kr. 275 f.Kr. 274 f.Kr. 273 f.Kr. - 272 f.Kr. - 271 f.Kr. 270 f.Kr. 269 f.Kr. 268 f.Kr. 267 f.Kr. 273 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. Árstal: 278 f.Kr. 277 f.Kr. 276 f.Kr. 275 f.Kr. 274 f.Kr. - 273 f.Kr. - 272 f.Kr. 271 f.Kr. 270 f.Kr. 269 f.Kr. 268 f.Kr. 274 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. Árstal: 279 f.Kr. 278 f.Kr. 277 f.Kr. 276 f.Kr. 275 f.Kr. - 274 f.Kr. - 273 f.Kr. 272 f.Kr. 271 f.Kr. 270 f.Kr. 269 f.Kr. 275 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. Árstal: 280 f.Kr. 279 f.Kr. 278 f.Kr. 277 f.Kr. 276 f.Kr. - 275 f.Kr. - 274 f.Kr. 273 f.Kr. 272 f.Kr. 271 f.Kr. 270 f.Kr. 276 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. Árstal: 281 f.Kr. 280 f.Kr. 279 f.Kr. 278 f.Kr. 277 f.Kr. - 276 f.Kr. - 275 f.Kr. 274 f.Kr. 273 f.Kr. 272 f.Kr. 271 f.Kr. 277 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. Árstal: 282 f.Kr. 281 f.Kr. 280 f.Kr. 279 f.Kr. 278 f.Kr. - 277 f.Kr. - 276 f.Kr. 275 f.Kr. 274 f.Kr. 273 f.Kr. 272 f.Kr. 279 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. Árstal: 284 f.Kr. 283 f.Kr. 282 f.Kr. 281 f.Kr. 280 f.Kr. - 279 f.Kr. - 278 f.Kr. 277 f.Kr. 276 f.Kr. 275 f.Kr. 274 f.Kr. 278 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. - 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. 220-árini f.Kr. Árstal: 283 f.Kr. 282 f.Kr. 281 f.Kr. 280 f.Kr. 279 f.Kr. - 278 f.Kr. - 277 f.Kr. 276 f.Kr. 275 f.Kr. 274 f.Kr. 273 f.Kr. Maria Hansen. Maria Louisa Fríðgerð Hansen, betri kend sum Maria Hansen, (fødd 10. november 1939 í Kvívík) er ein fyrrverandi føroyskur politikari (Sambandsflokkurin) og sjúkrarøktarfrøðingur. Hon varð útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1963. Hon var kommustýrislimur í Vestmanna kommunu, vald á Kvinnulistanum og borgarstjóri frá 1989 til 1997. Hon umboðaði Sambandsflokkin á Føroya Løgtingi frá 1994 til 1998, vald inn í Norðurstreymoyar valdømi. Alt tíðarskeiðið var hon limur í Løgtingsins sendinevnd til Norðurlandaráðið, og limur í Almanna- og heilsunevndini (frá 1995 Trivnaðarnevndin). Maria var stýrislimur í SEV 1993 til 1996. Familja. Maria er dóttir Karolinu, fødd Egholm, úr Hvalvík og Herluf Davidsen úr Kvívík. Gift við Jákup O. Hansen úr Vestmanna. Bergtóra Høgnadóttir Joensen. Bergtóra Høgnadóttir Joensen (fødd 15. februar 1971) er ein føroyskur politikari (Tjóðveldi) og sosialráðgevi. Hon varð útbúgvin sum sosialráðgevi í 1997 og sum Supervisor í 2000. Hon hevur starvast innan ymisk øki, eitt nú sum HR-mennari hjá Eik og sum kjeikjari hjá Arbeiðsloysisskipanini. Í Keypmannahavn starvaðist hon sum málsviðgeri í sosialsentri í 1997, og árið eftir sum sosialráðgevi í Kriminalforsorgini í Danmark. 1998 til 2004 starvaðist hon sum virkiskonsulentur í Keypmannahavn. Hon var forkvinna í Sosialráðgevarafelag Føroya frá 2005 til 2007. Hon varð vald inn á Føroya Løgting á løgtingsvalinum 2008, og var framsøgufólk fyri Tjóðveldi, meðan Annita á Fríðriksmørk var í farloyvi. Bergtóra býr í Hoyvík við manni og børnum. Hon er dóttir Karin Kjølbro, sum var onnur av fyrstu føroysku kvinnunum ið vóru valdar inn á Føroya Løgting, og Høgna Debes Joensen, landslækna. 280 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. Árstal: 285 f.Kr. 284 f.Kr. 283 f.Kr. 282 f.Kr. 281 f.Kr. - 280 f.Kr. - 279 f.Kr. 278 f.Kr. 277 f.Kr. 276 f.Kr. 275 f.Kr. 281 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. Árstal: 286 f.Kr. 285 f.Kr. 284 f.Kr. 283 f.Kr. 282 f.Kr. - 281 f.Kr. - 280 f.Kr. 279 f.Kr. 278 f.Kr. 277 f.Kr. 276 f.Kr. 282 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. Árstal: 287 f.Kr. 286 f.Kr. 285 f.Kr. 284 f.Kr. 283 f.Kr. - 282 f.Kr. - 281 f.Kr. 280 f.Kr. 279 f.Kr. 278 f.Kr. 277 f.Kr. 283 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. Árstal: 288 f.Kr. 287 f.Kr. 286 f.Kr. 285 f.Kr. 284 f.Kr. - 283 f.Kr. - 282 f.Kr. 281 f.Kr. 280 f.Kr. 279 f.Kr. 278 f.Kr. 284 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. Árstal: 289 f.Kr. 288 f.Kr. 287 f.Kr. 286 f.Kr. 285 f.Kr. - 284 f.Kr. - 283 f.Kr. 282 f.Kr. 281 f.Kr. 280 f.Kr. 279 f.Kr. 285 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. Árstal: 290 f.Kr. 289 f.Kr. 288 f.Kr. 287 f.Kr. 286 f.Kr. - 285 f.Kr. - 284 f.Kr. 283 f.Kr. 282 f.Kr. 281 f.Kr. 280 f.Kr. 286 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. Árstal: 291 f.Kr. 290 f.Kr. 289 f.Kr. 288 f.Kr. 287 f.Kr. - 286 f.Kr. - 285 f.Kr. 284 f.Kr. 283 f.Kr. 282 f.Kr. 281 f.Kr. 287 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. Árstal: 292 f.Kr. 291 f.Kr. 290 f.Kr. 289 f.Kr. 288 f.Kr. - 287 f.Kr. - 286 f.Kr. 285 f.Kr. 284 f.Kr. 283 f.Kr. 282 f.Kr. 288 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. Árstal: 293 f.Kr. 292 f.Kr. 291 f.Kr. 290 f.Kr. 289 f.Kr. - 288 f.Kr. - 287 f.Kr. 286 f.Kr. 285 f.Kr. 284 f.Kr. 283 f.Kr. 289 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. Árstal: 294 f.Kr. 293 f.Kr. 292 f.Kr. 291 f.Kr. 290 f.Kr. - 289 f.Kr. - 288 f.Kr. 287 f.Kr. 286 f.Kr. 285 f.Kr. 284 f.Kr. Søren Henrik Theodor Sørensen. Søren Henrik Theodor Sørensen (Theodor Sørensen) (føddur 23. august 1849 í prestagarðinum í Todnesi á Sandi, deyður 15. mai 1929 á Frederiksberg) var ein føroyskur prestur og próstur. Hann var sonur Hans Jørgen Jacob Sørensen prest og Dortheu Claudina Mundine Schow. Abbin, Søren Sørensen, var prestur í Norðoyggjum. Theodor Sørensen var sóknarprestur í Kvívík frá 1875 til 1878 og prestur á Nesi í Eysturoy frá 12. juli 1878 til 8. oktober 1884 (próstur frá 30. august 1878). Hann fór síðan til Danmarkar, har hann bleiv sóknarprestur fyri Skanderborg, Skanderup og Stilling tann 8. oktober 1884. Theodor var ein av teimum sum í 1877 fingu blaðfyritøkuna Dimmalætting í lag. Eisini stovnaði hann, saman við læknanum E. Madsen, avhaldsfelagið "Torshavn afholdsforening" tann 20.10.1878, tað elsta avhaldsfelagið í danska ríkinum. Heiður. Ridder af Dannebrog 1900 Dannebrogsmændenes Hæderstegn 1905 Giorgos Karagounis. Georgios "Giorgos" Karagounis (Grikskt mál: Γιώργος Καραγκούνης), (føddur 6. mars 1977) er ein grikskur fótbóltsleikari, ið hevur spælt fyri fleiri ymisk feløg og fyri grikska fótbóltslandsliðið. Seinast spældi hann fyri enska felagið Fulham og var liðskipari á grikska fótbólslandsliðnum á HM í fótbólti 2014, tá Grikkaland kom víðari til 8. parts finalurnar, har liðið fyrst spældi javnleik 1-1 móti Kosta Rika, síðan varð leikt í longdari leiktíð har onki mál kom, og at enda var brotssparksskapping, sum Grikkaland tapti. Eftir dystin hevur hann boðað frá, at hann gevst á grikska landsliðnum. Karagounis umboðaði Grikkaland fyri fyrstu ferð í 1999, og er í løtuni ein av teimum leikarunum, ið hevur spælt flestar dystir fyri sítt land í øllum heiminum, hann er í løtuni (30. juni 2014) nummar 29 á listanum. Hann hevur spælt 139 A-landsdystir fyri Grikkaland og skorað 10 mál. Hann skoraði sítt fyrsta landsliðsmál í UEFA Euro 2004, sum Grikkaland vann fyri fyrstu ferð. Í ungdómsárunum og til 2003 spældi hann við Panathinaikos, 2003-05 spældi hann við Inter Milan, 2005-07 við Benefica, 2007-12 aftur við Panathinaikos og 2012 til 14 við Fulham F.C.. 290 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. Árstal: 295 f.Kr. 294 f.Kr. 293 f.Kr. 292 f.Kr. 291 f.Kr. - 290 f.Kr. - 289 f.Kr. 288 f.Kr. 287 f.Kr. 286 f.Kr. 285 f.Kr. 291 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. Árstal: 296 f.Kr. 295 f.Kr. 294 f.Kr. 293 f.Kr. 292 f.Kr. - 291 f.Kr. - 290 f.Kr. 289 f.Kr. 288 f.Kr. 287 f.Kr. 286 f.Kr. 292 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. Árstal: 297 f.Kr. 296 f.Kr. 295 f.Kr. 294 f.Kr. 293 f.Kr. - 292 f.Kr. - 291 f.Kr. 290 f.Kr. 289 f.Kr. 288 f.Kr. 287 f.Kr. 280-árini f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. - 3. øld f.Kr. - 2. øld Áratíggju: 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. - 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. 230-árini f.Kr. Ár: 289 f.Kr. 288 f.Kr. 287 f.Kr. 286 f.Kr. 285 f.Kr. 284 f.Kr. 283 f.Kr. 282 f.Kr. 281 f.Kr. 280 f.Kr. Arjen Robben. Arjen Robben (føddur 23. januar 1984) er ein niðurlendskur yrkisfótbóltsleikari, sum spælir við týska Bundesliga-felagnum Bayern München og við Niðurlendska fótbóltslandsliðnum hjá monnum. Robben spældi við Niðurlondum á Evropameistarakappingini í fótbólti í 2004, 2008 og 2012, og á Heimsmeistarakappingini í fótbólti í 2006, 2010 og 2014. Sjálvt um hann ofta verður umrøddur sum álopsleikari (striker), so spælir hann vanliga aftanfyri álopsleikararnar sum vongleikari. Robben er kendur fyri at duga væl at reka, fyri at renna skjótt og hava góðar avleveringar og fyri sínar neyvu skot frá langari frástøðu við vinstra fóti frá høgra vongi. Ungdómsárini leikti hann við vv Bedum og FC Groningen, har hann spældi frá 1996 til 2002. Frá 2002-04 spældi hann við PSV Eindhoven, frá 2004-07 við Chelsea F.C., frá 2007-09 við Real Madrid C.F. og síðan 2009 hevur hann leikt við Bayern München. 290-árini f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. - 3. øld f.Kr. - 2. øld Áratíggju: 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. Ár: 299 f.Kr. 298 f.Kr. 297 f.Kr. 296 f.Kr. 295 f.Kr. 294 f.Kr. 293 f.Kr. 292 f.Kr. 291 f.Kr. 290 f.Kr. Grikska fótbóltslandsliðið. Grikska fótbóltslandsliðið hjá monnum í 2013. Grikska fótbóltslandsliðið hjá monnum (Grikskt mál: "Εθνική Ελλάδος", Ethniki Ellados) umboðar Grikkaland í altjóða fótbóltskappingum fyri lond, og verður stýrt av Grikska Fótbóltssambandinum. Heimavøllurin hjá Grikkalandi er Karaiskakis Stadion í Piraeus og høvuðsvenjari teirra er Fernando Santos. Eftir seinasta dystin á Heimsmeistarakappingini í fótbólti 2014 í Brasil, hevur Santos tó boða frá, at hann gevst sum venjari Grikkalands. Flest leiktir dystir. a> er tann landsliðsleikarin, ið hevur spælt flestar landsdystir fyri Grikkaland, hann hevur spælt 139 dystir. Mest skorandi leikarar. a>, tann ið skoraði avgerandi málið hjá Grikkalandi í finaluni á EM 2004, tá Grikkaland gjørdist evropameistari, er næstmest skorandi hjá Grikkalandi til allar tíðir við 25 málum. 293 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. Árstal: 298 f.Kr. 297 f.Kr. 296 f.Kr. 295 f.Kr. 294 f.Kr. - 293 f.Kr. - 292 f.Kr. 291 f.Kr. 290 f.Kr. 289 f.Kr. 288 f.Kr. 294 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. Árstal: 299 f.Kr. 298 f.Kr. 297 f.Kr. 296 f.Kr. 295 f.Kr. - 294 f.Kr. - 293 f.Kr. 292 f.Kr. 291 f.Kr. 290 f.Kr. 289 f.Kr. 295 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. Árstal: 300 f.Kr. 299 f.Kr. 298 f.Kr. 297 f.Kr. 296 f.Kr. - 295 f.Kr. - 294 f.Kr. 293 f.Kr. 292 f.Kr. 291 f.Kr. 290 f.Kr. 296 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. Árstal: 301 f.Kr. 300 f.Kr. 299 f.Kr. 298 f.Kr. 297 f.Kr. - 296 f.Kr. - 295 f.Kr. 294 f.Kr. 293 f.Kr. 292 f.Kr. 291 f.Kr. 297 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. Árstal: 302 f.Kr. 301 f.Kr. 300 f.Kr. 299 f.Kr. 298 f.Kr. - 297 f.Kr. - 296 f.Kr. 295 f.Kr. 294 f.Kr. 293 f.Kr. 292 f.Kr. 298 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. Árstal: 303 f.Kr. 302 f.Kr. 301 f.Kr. 300 f.Kr. 299 f.Kr. - 298 f.Kr. - 297 f.Kr. 296 f.Kr. 295 f.Kr. 294 f.Kr. 293 f.Kr. 299 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. - 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. 240-árini f.Kr. Árstal: 304 f.Kr. 303 f.Kr. 302 f.Kr. 301 f.Kr. 300 f.Kr. - 299 f.Kr. - 298 f.Kr. 297 f.Kr. 296 f.Kr. 295 f.Kr. 294 f.Kr. 300 f.Kr.. Øldir: 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. – 2. øld f.Kr. Áratíggju: 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. Árstal: 305 f.Kr. 304 f.Kr. 303 f.Kr. 302 f.Kr. 301 f.Kr. - 300 f.Kr. - 299 f.Kr. 298 f.Kr. 297 f.Kr. 296 f.Kr. 295 f.Kr. 301 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. Árstal: 306 f.Kr. 305 f.Kr. 304 f.Kr. 303 f.Kr. 302 f.Kr. - 301 f.Kr. - 300 f.Kr. 299 f.Kr. 298 f.Kr. 297 f.Kr. 296 f.Kr. 302 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. Árstal: 307 f.Kr. 306 f.Kr. 305 f.Kr. 304 f.Kr. 303 f.Kr. - 302 f.Kr. - 301 f.Kr. 300 f.Kr. 299 f.Kr. 298 f.Kr. 297 f.Kr. 300-árini f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. - 4. øld f.Kr. - 3. øld f.Kr. Áratíggju: 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. Ár: 309 f.Kr. 308 f.Kr. 307 f.Kr. 306 f.Kr. 305 f.Kr. 304 f.Kr. 303 f.Kr. 302 f.Kr. 301 f.Kr. 300 f.Kr. 303 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. Árstal: 308 f.Kr. 307 f.Kr. 306 f.Kr. 305 f.Kr. 304 f.Kr. - 303 f.Kr. - 302 f.Kr. 301 f.Kr. 300 f.Kr. 299 f.Kr. 298 f.Kr. Carl Gustaf Rehnskiöld. Carl Gustaf Rehnskiöld (føddur 6. august 1651 í Greifswald, í núverandi Týskland, men sum tá var í svenska Pommern, deyður 29. januar 1722 í Strängnäs) var ein svenskur greivi og hermaður. Hann gjørdist generalloytnantur og guvernørur yvir Skåne í 1698, feltmarskalk í 1706 og kongaligur ráðgevi í 1719. Rehnskiöld luttók í stríðnum við Halmstad í 1675, í stríðnum við Lund í 1676, í stríðnum við Landskrona í 1677, í stríðnum við Lenze í 1691, í stríðnum við Narva í 1700, í stríðnum við Kliszów í 1702, í stríðnum við Fraustadt í 1706, í stríðnum við Holowczyn í 1708 og í stríðnum við Poltava í 1709, har hann varð tikin til fanga. Rehnskiöld varð latin leysur úr russiskum fangaskapi í juli 1718. Hann kom síðan til kringsetanina av Fredrikshald áðrenn Karl XII bleiv skotin. Rehnskiöld luttók eisini í "stóra Norðurlendska krígnum". 304 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. Árstal: 309 f.Kr. 308 f.Kr. 307 f.Kr. 306 f.Kr. 305 f.Kr. - 304 f.Kr. - 303 f.Kr. 302 f.Kr. 301 f.Kr. 300 f.Kr. 299 f.Kr. 305 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. Árstal: 310 f.Kr. 309 f.Kr. 308 f.Kr. 307 f.Kr. 306 f.Kr. - 305 f.Kr. - 304 f.Kr. 303 f.Kr. 302 f.Kr. 301 f.Kr. 300 f.Kr. 306 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. Árstal: 311 f.Kr. 310 f.Kr. 309 f.Kr. 308 f.Kr. 307 f.Kr. - 306 f.Kr. - 305 f.Kr. 304 f.Kr. 303 f.Kr. 302 f.Kr. 301 f.Kr. 307 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. Árstal: 312 f.Kr. 311 f.Kr. 310 f.Kr. 309 f.Kr. 308 f.Kr. - 307 f.Kr. - 306 f.Kr. 305 f.Kr. 304 f.Kr. 303 f.Kr. 302 f.Kr. 308 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. Árstal: 313 f.Kr. 312 f.Kr. 311 f.Kr. 310 f.Kr. 309 f.Kr. - 308 f.Kr. - 307 f.Kr. 306 f.Kr. 305 f.Kr. 304 f.Kr. 303 f.Kr. 309 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. - 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. 250-árini f.Kr. Árstal: 314 f.Kr. 313 f.Kr. 312 f.Kr. 311 f.Kr. 310 f.Kr. - 309 f.Kr. - 308 f.Kr. 307 f.Kr. 306 f.Kr. 305 f.Kr. 304 f.Kr. 310 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. Árstal: 315 f.Kr. 314 f.Kr. 313 f.Kr. 312 f.Kr. 311 f.Kr. - 310 f.Kr. - 309 f.Kr. 308 f.Kr. 307 f.Kr. 306 f.Kr. 305 f.Kr. 311 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. Árstal: 316 f.Kr. 315 f.Kr. 314 f.Kr. 313 f.Kr. 312 f.Kr. - 311 f.Kr. - 310 f.Kr. 309 f.Kr. 308 f.Kr. 307 f.Kr. 306 f.Kr. 312 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. Árstal: 317 f.Kr. 316 f.Kr. 315 f.Kr. 314 f.Kr. 313 f.Kr. - 312 f.Kr. - 311 f.Kr. 310 f.Kr. 309 f.Kr. 308 f.Kr. 307 f.Kr. Møre og Romsdal fylki. Møre og Romsdal er eitt fylki í Norra. Møre og Romsdal hevur 259 404 íbúgvar (2013). Møre og Romsdal hevur mark við Trøndelag, Oppland og Sogn og Fjordane. Tað eru 36 kommunur í Møre og Romsdal. Kommunur. Møre og Romsdal fylki hevur 36 kommunur. Habo. Habo er ein býur í Habo kommunu í Jönköpings län í Svøríki. Habo hevur umleið 6 883 íbúgvar (2010). Brandstorp. Brandstorp er ein bygd í Habo kommunu í Jönköpings län í Svøríki. Bygdin hevur umleið 116 íbúgvar (2010). Mullsjö. Mullsjö er ein býur í Mullsjö kommunu í Svøríki. Mullsjö hevur umleið 5 452 íbúgvar (2010). Sandhem. Sandhem er ein býur í Mullsjö kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 702 íbúgvar (2010). Bankeryd. Bankeryd er ein býur í Jönköpings kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 8 107 íbúgvar (2010). Sollefteå. Sollefteå er ein býur í Sollefteå kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 8 562 íbúgvar (2010). Timrå. Timrå er ein býur í Timrå kommunu í Svøríki. Í býnum liggur umsitingin hjá Timrå kommunu. Býurin liggur í Västernorrlands län í landslutinum Medelpad. Fólkatalið í Timrå var 10.443 í 2010. Timrå fevnir um trýggjar bygdir, ið eru vaksnar saman: Vivsta, Sörberge og Fagervik, og er nærmast ein forstaður til Sundsvall, ið liggur umleið 10 km sunnanfyri Timrå; býurin liggur út til norðurendan av Alnösundet og Alnön. Habo kirkja. Habo kirkjan er prýdd innan við málningum. Habo kirkja (svenskt: "Habo kyrka") er ein gomul trækirkja i Habo í Skara stift í Svøríki frá umleið 1680. Kirkjan verður vanliga nevnd "Träkatedralen vid Vättern". Kirkjan er bygd úr timbri og fekk sína núverandi útsjónd í 1723. Inni í kirkjuni eru málningar frá gólvi til tak, ið avmynda Luthers kristnu læru. Tavo Burat. Tavo Burat (føddur "Gustavo Buratti Zanchi" 22. mai 1932 í Stezzano, deyður 8. desember 2009 í Biella) var Waldensiskur politikari og blaðmaður úr Italia. Burat nýtti stóran part av lívi sínum til at verja tað piedmontesiska málið. Frá 1964 var hann skrivari í altjóða felagsskapinum, ið verjir mál og mentanir, ið eru hótt við at doyggja út. Hann stríddist serliga fyri piedmontesiskum og franco-provençal málunum. Hann var útbúgvin løgfrøðingur. Frá 1968 til 1994 undirvísti hann í fronskum á miðnámsskúlum. Hann stovnaði og var tann fyrsti ritstjórin á tí lokala tíðarritinum "La Slòira", hann ritstjórnaði eisini fjallaklintraratíðarritið "ALP" frá 1974 til 2009. Hann starvaðist eisini á "Centro Studi Fra Dolcino" Í politiska lívi hansara vóru vistfrøðilig mál millum hjartamálini. Alingsås. Alingsås er ein býur í Alingsås kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 24 482 íbúgvar (2010). Arboga. Arboga er ein býur í Arboga kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 10 330 íbúgvar (2010). Avesta. Avesta er ein býur í Avesta kommunu í Dalarnas län í Svøríki. Umsitingin í í Avesta kommunu er í býnum. Býurin liggur í syðra parti av landslutinum Dalarna. Vanliga teljast hesar bygdir við í býin Avesta: Karlbo, Krylbo og Skogsbo. Fólkatalið í býnum var 14.506 í 2010, meðan fólkatalið fyri Avesta kommunu var 21.870 í 2014. Avesta fekk býarstatus í 1641, men misti hann aftur í 1686. Avesta fekk býarstatus aftur í 1919. Býurin er kendur fyri sín jarn- og stálídna, men fyrr í tíðini var eisini koparframleiðsla í býnum. Heimsins størsta mynt varð gjørd í Avesta, hon vigar 19,7 kg og verður víst fram í myntsavninum í býnum. Kristinehamn. Kristinehamn er ein býur í Kristinehamns kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 17 839 íbúgvar (2010). Katrineholm. Katrineholm er ein býur í Katrineholms kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 21 993 íbúgvar (2010). Alvesta. Alvesta er ein býur í Alvesta kommunu í Kronobergs län í Smálandi, Svøríki. Í 2010 var fólkatalið í býnum 8.017. Alvesta er ein miðdepil fyri jarnbreytina í Smálandi. Jarnbreytastøðin varð bygd í árunum 1907-1909 og býurin hevur beinleiðis toksamband til Keypmannahavn við Oyrasundstokinum, túrurin tekur 1,5 tíma. Til Stockholm og Malmö ber til at taka X 2000, ferðatíðin til Stockholm er 3 tímar, meðan túrurin til Malmö við X2000 ella Oyrasundstokinum tekur umleið 1,5 tíma. Sunne. Sunne er ein býur í Sunne kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 931 íbúgvar (2010). Grums. Grums er ein býur í Grums kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 5 025 íbúgvar (2010). Kungälv. Kungälv er ein býur í Västra Götaland í Kungälvs kommunu í Svøríki. Býurin var norskur til mitt í 17. øld. Í býnum búgva umleið 22 768 fólk. Í Kungälv kommunu búgva umleið 39.000 fólk. Søga. Býurin lá upprunaliga 3 km longri vesturi við ánna Nordre älv, og nevndist tá Kongahälla. Tað elsta kenda skjalið, ið nevnir navnið Kungahälla er skrivað av tí enska munkinum og søguskrivaranum Ordericus Vitalis mitt í 1130-talinum, tá ið hann nevnir býin og nevnir hann "Coneghella" í einum yvirliti yvir norskir býir. Býurin verður eisini nevndur í Roskildekrønikuni, ið er frá nøkulunda somu tíð, og har verður býurin nevndur sum "Cunnunchelde". Navnið kemur enntá fyri í íslendum bókmentum eitt nú í Njáls saga ið er frá seinast í 13. øld og frá Heimskringlu, ið er skrivað umleið ár 1230, har ið tær fyrstu hendingarnar fara fram longu í 960-árunum. Tó kunnu fornaldarútgrevstir ikki vátta, at fólk hava búð í Kungälv longu í 960, men tey kunnu staðfesta, at fólk hava búð har frá 1100-talinum, og hendingarnar ið tær íslendsku saga'irnar siga frá um stórheitstíðina hjá Kongahälla í Víkingaøldini, verða nú mettar at vera av bókmentaligum slag heldur enn søguligum. Målilla. Målilla er ein býur í Hultsfreds kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 524 íbúgvar (2010). Åseda. Åseda er ein býur í Uppvidinge kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 430 íbúgvar (2010). Sandviken. Sandviken er ein býur í Sandvikens kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 22 965 íbúgvar (2010). Karlskoga. Karlskoga er ein býur í Karlskoga kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 27 084 íbúgvar (2010). Enköping. Enköping er ein býur í Enköpings kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 21 121 íbúgvar (2010). Varberg. Varberg er ein býur í Varbergs kommunu í Hallands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 27 602 íbúgvar (2010). Býurin liggur á vesturstrond Svøríkis og hevur ferjusamband við Grenaa í Danmark. Savnið "Länsmuseet" í Varberg er eitt regionalt savn, ið m.a. hevur eina framsýning um Bockstensmannin, ið er eitt mosafund frá 14. øld við sera væl varveittarum klædnabúna. Märsta. Märsta er ein býur í Sigtuna kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 24 068 íbúgvar (2010). Helsingborg. Helsingborg er ein býur í Helsingborgs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 97 122 íbúgvar (2010). Upplands Väsby. Upplands Väsby er ein býur í Upplands Väsby kommunu í Svøríki. Í býnum búgva 37.594 fólk (2010). Býurin liggur í Stockholms län í Svealand ímillum Stockholm og Uppsala. Motorvegurin E4 fer gjøgnum býin. Í desember 2014 varð Norðurlandmeistarakappingin í svimjing hildin í býnum, har m.a. føroyska svimjilandsliðið luttók. Føroysku systkini Alvi Hjelm og Ásbjørg Hjelm vunnu heiðursmerki. Tumba. Tumba er ein býur í Botkyrka kommunu og Salems kommunu í Svøríki. 37.852 fólk búðu í býnum í 2010. Býurin er 26. størsti býur í Svøríki. Marstrand. Marstrand er ein býur í Kungälvs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 319 íbúgvar (2010). Slottsbron. Slottsbron er ein býur í Grums kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 039 íbúgvar (2010). Lidingö. Lidingö er ein býur í Lidingö kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 31 561 íbúgvar (2010). Hultsfred. Hultsfred er ein býur í Hultsfreds kommunu í Kalmar län í Svøríki. Býurin hevur umleið 5 143 íbúgvar (2010). Furusjö. Furusjö er ein býur í Habo kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 325 íbúgvar (2010). Vara. Vara er ein býur í Vara kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 4126 í 2017. Storuman. Vara er ein býur í Storumans kommunu í Svøríki. Í 2010 búðu 2.207 fólk í býnum. Býurin liggur í landslutinum Lappland. Lycksele. Lycksele er ein býur í Lycksele kommunu í Lapplandi í Västerbottens län í Svøríki. Fólkatalið var 8.513 í 2010. Skelleftehamn. Skelleftehamn er ein býur í Skellefteå kommunu í Svøríki. Býurin liggur 15 kilometrar frá Skellefteå býi. Býurin er bygdur upp kring havnina og Rönnskärsverkið. Skelleftehamn varð stovnað í 1928 í samband við ídnaðarfyritøkuna Rönnskärsverkið og fekk sítt navn í 1933. Til 1912, tá ið jarnbreytin varð bygd og fleiri fólk búsetturst á staðnum, var ein fiskihavn her ið nevndist Kallholmen. Jernbreytin, ið røkkur til Bastuträsk, koyrir í dag bara frakt. Býurin hevur umleið 3 184 íbúgvar (2010). Bruksvallarna. Bruksvallarna er ein bygd í Härjedalens kommunu í Jämtlands län Svøríki. Bygdin hevur umleið 95 íbúgvar (2010). Staðið gjørdist eitt ferðavinnumál í 20. øld við nógvum vitjandi ið komu at standa á skí. Bruksvallarna er í dag ein partur av skísportøkinum hjá Funäsfjällen. Sala. Sala er ein býur í Sala kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 12 289 íbúgvar (2010). Vemdalen. Vemdalen er ein býur í Härjedalen kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 542 íbúgvar (2010). Funäsdalen. Funäsdalen er ein býur í Härjedalen kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 890 íbúgvar (2010). Sälen. Sälen er ein býur í Malungs-Sälens kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 654 í -2010. Býurin er eitt væl kent ferðamál hjá teimum ið dáma væl at standa á skí. Býurin hevur umleið 652 íbúgvar (2010). Malung. Malung er ein býur í Malungs-Sälens kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 5 126 íbúgvar (2010). Nykvarn. Nykvarn er ein býur í Nykvarns kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 6 497 íbúgvar (2010). Åre. Åre er ein býur í Åre kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 417 íbúgvar (2010). Lofsdalen. Lofsdalen er ein býur í Härjedalens kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 116 íbúgvar (2010). Eksjö. Eksjö er ein býur í Eksjö kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 9 701 íbúgvar (2010). Åkersberga. Åkersberga er ein býur í Österåkers kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 28 033 íbúgvar (2010). Bollebygd. Bollebygd er ein býur í Bollebygds kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 566 íbúgvar (2010). Kalix. Kalix er ein býur í Kalix kommunu í Norrbottens län í Svøríki. Býurin hevur umleið 7 299 íbúgvar (2010). Chips (orkestur). Chips var ein svenskur tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1979 av Lasse Holm og Kikki Danielsson. Chips-sangurin "Dag efter dag" vann Melodifestivalen 1982. Herreys. Herreys var ein svenskur tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1984 av Per, Richard og Louis Herrey. Herreys-sanginum "Diggi-loo diggi-ley" vann Melodifestivalen 1984. och Eurovision Song Contest 1984. Elisabeth Andreassen. Elisabeth Andreassen (fødd 28. mars 1952 í Göteborg) er songkvinna úr Noreg. Hon hevur luttikið nýggju ferðir í svenska Melodifestivalen og einaferð í norska Melodi Grand Prix. 4 ferðir hevur hon sungið á Eurovision Song Contest, í 1982 var hon við sum partur av svenska poppbólkinum Chips, við sanginum "Dag efter dag", sum endaði á einum áttandaplássi. Í 1985 sang hon i Bobbysocks sangin "La det swinge", som vann for Noreg. Í 1985 sang hon i Bobbysocks sangin "La det swinge". Í 1994 sang hon undir egnum navni sangin "Duett" med Jan Werner Danielsen, sum endaði á einum 6. plássi. Í 1996 sang hon undir egnum navni sangin "I evighet", sum endaði á einum 2. plássi. Saltsjöbaden. Saltsjöbaden er ein býur í Nacka kommunu i Svøríki. Býurin hevur umleið 9 491 íbúgvar (2010). Sjöbo. Sjöbo er ein býur í Sjöbo kommunu í Skåne län í Svøríki. Býurin er umleið 35 km eystan fyri Lund og 25 km norðan fyri Ystad. Fólkatalið í býnum var 6 724 í 2010. Vindeln. Vindeln er ein býur í Vindelns kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 333 íbúgvar (2010).Býurin hevur umleið 2 333 íbúgvar (2010). Åsele. Åsele er ein býur í Åsele kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 798 íbúgvar (2010). Dorotea. Dorotea er ein býur í Dorotea kommunu í Lapplandi í Västerbottens län í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 543 íbúgvar (2010). Vilhelmina. Vilhelmina er ein býur í Vilhelmina kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 657 íbúgvar (2010). Pajala. Pajala er ein býur í Pajala kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 958 íbúgvar (2010). Alafors. Alafors er ein býur í Ale kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Býurin er høvuðssæti hjá Ale kommunu. Í dag verður býurin sæddur sum partur av býnum Nödinge-Nol, sum liggur í ein landnyrðing av Alafors. Býurin liggur við høvuðsveg E45, umleið 1 km eystanfyri Göta Älv og umleið 30 km norðanfyri Göteborg. Býurin vaks í 1970 saman við jarnbreytabýnum Nol og í 1990 vaks hann saman við býnum Nödinge. Hesir trýggir býir verða í dag saman nevndir Nödinge-Nol. Í Nödinge-Nol búðu 9.822 fólk í 2010. Bålsta. Bålsta er ein býur í Håbo kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 14 147 íbúgvar (2010). Ovanåker. Ovanåker er ein býur í Ovanåkers kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 212 íbúgvar (2010). Edsbyn. Edsbyn er ein býur í Ovanåkers kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 985 íbúgvar (2010). Bollnäs. Bollnäs er ein býur í Ovanåkers kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 12 842 íbúgvar (2010). Ljusdal. Ljusdal er ein býur í Ljusdals kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 6 230 íbúgvar (2010). Skutskär. Skutskär er ein býur í Älvkarleby kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 6 075 íbúgvar (2010). Charlottenberg. Charlottenberg er ein býur í Eda kommunu í Värmlands län í Svøríki. í 2010 búðu 2.215 fólk í býnum. Bandy. Bandy er ein ítróttargrein, har tvey lið við ellivu leikarum stríðast fyri at skjóta flest mál ímóti hvørjum øðrum. Banda Acèh. Banda Acèh er ein býur í Norðursumatra i Indonesia. Í býnum búgva 212.124 íbúgvar (2009). Býurin er høvuðsstaður av Aceh og liggur við Malakkafjørðin. Íshockey. Íshockey er ein ítróttargrein, har tvey lið við seks leikarum stríðast fyri at skjóta flest mál ímóti hvørjum øðrum. Christen Pram Gad. Christen Pram Gad (stundum skrivaður Christian Pram Gad) (22. juli 1801 í Rø á Bornholm – 1. mai 1877 í Stouby, Vejle Amt), var ein danskur prestur, sonur sóknarprestin "Elieser Gad" og "Søster Christiane Bruun Stenersen", bróður Peter Christian Stenersen Gad. Christen P. Gad nam guðfrøðiligt embætisprógv (cand.theol.) í 1822 og gjørdist sóknarprestur í Havn í 1824. Í 1833 gjørdist hann sóknarprestur í Rudkøbing og Skrøbelev, og samstundis próstur fyri Langeland. Í 1839 gjørdist hann 2 prestur við Roskilde Domkirke, í 1846 sóknarprestur við Helligaandskirken í Keypmannahavn og í 1856 sóknarprestur í Stouby og Hornum við Vejle, til hann andaðist. Christen P. Gad giftist í 1824 við Marie Elisabeth Olsen (1798-1877) úr Havn, hon var dóttir Sorinskrivarin Laurids Olsen. Hon doyði knapt ein mánaða áðrenn mannin í 1877. Dóttir teirra Elisabeth Christiane Augusta Gad (1829-1908) var gott 3 ára gomul, tá tey fluttu til Danmarkar í 1833. Hon giftist 10 august 1855 í Helligaandskirken í Keypmannahavn við V.U. Hammershaimb og fluttu tey til Føroya beint eftir hetta, har V.U. Hammershaimb hevði fingið prestaembæti í Kvívík. Sävsjö. Sävsjö er ein býur í Sävsjö kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 5 122 íbúgvar (2010). Sigtuna. Sigtuna er ein býur í Sigtuna kommunu í Svøríki. Í 2005 var fólkatalið 7.204. Býurin liggur í Stockholms län í Uppland (Sigtuna kommuna). Sigtuna varð stovnaður umleið ár 980 av Erik Seiersæl og býurin fekk býarstatus í 1010. Býurin hevur umleið 4 8 444 íbúgvar (2010). Simrishamn. Simrishamn er ein býur í Simrishamns kommunu í landsynningspartinum av Skåne Län í Svøríki. Býurin hevur umleið 6 527 íbúgvar (2010). Simrishamn er høvuðsbýur í kommununi við sama navni. Um summarið er ferjusamband millum Simrishamn og Allinge á Bornholm. Danska navnið á býnum er Simmershavn. Free Souffriau. Free Souffriau (fødd 20. februar 1980 í Gent) er ein belgisk songkvinna og sjónleikari. Leksand. Leksand er ein býur í Leksands kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 5 934 íbúgvar (2010). Gällivare. Gällivare (norðursámiskt: "Jiellevárri" ella "Váhčir", lulesámiskt: "Jiellevárre" ella "Váhtjer", meänkieli: "Jellivaara", finskt: "Jällivaara") er ein býur í Gällivare kommunu í Norrbottens län í Svøríki. Í 2010 var fólkatalið í býnum 8 449. Ransäter. Ransäter er ein kirkjubygd í Ransäters sókn í Munkfors kommunu í Värmland í Svøríki. Bygdin hevur umleið 510 íbúgvar (2010). Munkfors. Munkfors er ein býur í Munkfors kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 054 íbúgvar (2010). Hagfors. Hagfors er ein býur í Hagfors kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 5 146 íbúgvar (2010). Surahammar. Surahammar er ein býur í Surahammars kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 6 179 íbúgvar (2010). Hallstahammar. Hallstahammar er ein býur í Hallstahammars kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 10 478 íbúgvar (2010). Megan Fox. Megan Denise Fox (fødd 16. mai 1986 í Oak Ridge, Tennessee) er ein amerikonsk sjónleikarinna og modell. Hon er gift við Brian Austin Green. Hon byrjaði sína karrieru sum filmsleikari í 2001 við fleiri minni sjónvarps- og filmsleiklutum og spældi regluliga ein leiklut í sjónvarpsrøðini "Hope & Faith". Í 2004 fekk hon sín filmsdebut í filminum "Confessions of a Teenage Drama Queen". Í 2007 spældi hon Mikaela Banes í "Transformers", ið gjørdist hennara gjøgnumbrot. Hon endurtók leiklutin í eftirfylgjaranum ' í 2009. Senere í 2009 spældi hon høvuðsleiklutin í "Jennifer's Body". Johann Sebastian Bach. Johann Sebastian Bach (føddur 21. mars 1685, deyður 28. juli 1750) var ein týskur tónasmiður úr barokktíðini. Hann er ein av teimum mest týðandi týsku tónasmiðunum. Eiðiskollur (fjall). Nakrar av toftunum frá øðrum veraldarbardaga. Eiðiskollur er eitt fjall í Eysturoynni. Eiðiskollur undir Seinna heimsbardaga. Eftir at bretska hersetingarvaldið 12. apríl 1940 hersetti Føroyar, komu nógvir bretskir hermenn til Føroya. Tá teir vóru flestir, vóru teir eini 8000 í tali – og av teimum búðu um 5000 í Vágum, har teir bygdu sær flogvøll. Tá bretar fóru at gera flogvøll í Vágum í 1942, var samstundis neyðugt at hava betri eftirlit við ferðsluni, bæði á sjónum og í luftini kring Føroyar. Tí varð neyðugt at byggja fleiri radarstøðir fyri at fylgja við. Ein var bygd á Borðuni, sunnast á Nólsoynni, ein á Eiðiskolli, ein í Mykinesi, ein á Trælanípu í Vágum, ein í Akrabergi í Suðuroy, ein í Søltuvík í Sandoy, ein við Hoyvíkstjørn í Havn og ein var á Vatnsoyrum. Tá støðin á Borðuni var liðug um várið í 1942 var farið undir radarstøðina á Eiðiskolli. Eiðiskollur er 352 m høgur, so tað var knoss at fáa tilfarið niðan. Umrøtt varð at gera veg niðan á Koll, men henda ætlan varð slept. Í staðin fingu allir eiðismenn arbeiði at bera byggitilfarið niðan. Sandurin varð fyltur í sekkir suðuri á Miðhagasandi (tað er í sjóvarmálanum sunnanfyri bygdina við Ljósá) og ført til Eiðis við báti. Síðani vóru hesir sekkir bornir niðan á Koll. Einir 100 menn arbeiddu við at byggja radarstøðina uppi á Kolli fyri tímansløn. Hvør maður gekk einar 4 ella 5 ferðir um dagin við byrðu niðan á Koll. Tyngsta takið var at fáa teir tveir motorarnar til elveitingina niðan. Teir vórðu settir á sletur og drignir niðan brekkuna við handamegi. Uppi á Kolli vórðu bygd 3 smá hús. Í einum var hildið vakt og samband við umheimin. Hiðani hiðani fylgdu teir eisini við allari skipaferðsluni norðanfyri. Eitt lítið hús var til motorarnar, og triðja húsið virkaði sum tilhald hjá vaktarmanningini. Ytst á Kollinum, úti á Borgini, var eisini eitt vaktartorn. Her var gott útsýni, bæði vestureftir, norðureftir og eystureftir. 2. desember 1942 varð støðin liðug. Eftir at støðin var liðug, høvdu tveir menn arbeiðið at bera proviant, kol, olju og aðra útgerð niðan. Óli Egilstrøð, handilsmaður og listamálari á Eiði, f. 1916, sigur í bygdarsøgu síni soleiðis: “Tá ið Føroyar undir seinna veraldarbardaga 13. apríl 1940 vórðu hersettar av bretum, vóru fleiristaðir gjørdar fyrireikingar til at verja oyggjarnar. Bretska sjóverjan og loftverjan ella flogdeildin, Royal Air Force, settu tá eina vaktar- og ávaringarstøð upp her á Kollinum. Her við Stongina (sum er ein klettur miðskeiðis á Kollinum) standa bert toftirnar eftir av húsum teirra. Her stóð ein morsistøð, telegraf- radio- og telefonstøð og motorhús við motorum til el-útgerðina, íbúðarhús og kokkhús til matgerð og matarhøll. Tær rundu toftirnar vórðu kallaðar maskinbyrsureiður. Úti a Borgini var bygt eitt tríhæddað torn, sum teir kallaðu Lighthouse, við sterkum rútum rundanum. Tá onkur undraðist á og spurdi, hví ongantíð sást nakað ljós frá hesum vitatorni, varð bara yppað øksl. Nú aftaná vita vit, at her stóð ein av teimum fyrstu radarum, sum tilevnaðir vóru í Bretlandi. Hetta var tá eitt av størstu loyndarmálum, sum hesir 30-40 ungu R.A.F.-hermenn bóru ábyrgd av. Hesir (tó skiftandi) hermenn komu til Eiðis fyrst í desembur 1941 og fóru av stað aftur um somu tíð í 1943.” (Óli Egilstrøð: Úr Eiðis søgu, s. 123f) 36 hermenn frá Royal Air Force vóru knýttir at støðini og høvdu vakt eina viku í senn og búðu annars í bygdini – og komu nógv í samband við bygdarfólkið. Ein genta av Eiði giftist einum kanadiskum hermanni, sum arbeiddi við radarstøðina á Eiðiskolli. Tey búsettust seinni Kanada. Christer Sjögren. Christer Sjögren (føddur 6. apríl 1950 í Hagfors í Svøríki) er ein sangari úr Svøríki. Han luttók í tí svenska Melodifestivalen í 2008 við sanginum "I Love Europe", sum endaði á einum 9. plássi. Høgni. Høgni er 7. vanligasta mannfólkanavnið í Føroyum. French Films. French Films er ein finskur tónleikabólkur úr Helsinki. Olofström. Olofström er ein býur í Olofströms kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 7 327 íbúgvar (2010). Sölvesborg. Sölvesborg er ein býur í Sölvesborgs kommunu í Blekinge län, Svøríki. Býurin hevur umleið 8 401 íbúgvar (2010). Slite. Slite er ein býur í Gotland kommunu í Gotlands län á Gotlandi í Svøríki. Í 2005 búðu 1.598 fólk í býnum. Uttanfyri Slite liggur Engholmurin, ið er ein fyrrverandi skansi. Býurin hevur umleið 1 483 íbúgvar (2010). Roma, Svøríki. Roma er ein bygd í Gotlands kommunu í Gotlands län, Svøríki. Bygdin hevur umleið 261 íbúgvar (2010). Svenska hockeyligan. Svenska hockeyligan (1975-2013: Elitserien) er tann hægsta íshockeydeildin hjá monnum í Svøríki. Deildin hevur 14 lið. Sesongin byrjar um heystið og endar um várið. Deildin varð stovnað 1975. Áðrenn tað nevndist besta íshockeyeildin hjá monnum í Svøríki "Division 1", henda varð stovnað í 1944. Hedemora. Hedemora er ein býur í Hedemora kommunu í Dalarnas län, Svøríki. Býurin hevur umleið 7 273 íbúgvar (2010). Gagnef. Gagnef er eitt býarøki í Gagnef kommunu í Dalarnas län, Svøríki. Í 2010 var fólkatalið 1.049. Gagnef fevnir um fleiri smærri bygdir: Kyrkbyn, Stationsbyn, Moje, Moje, Tjaerna, Tjärna, Graev, Gräv, Gaersholn, Gärsholm, Gagnefs Grauda, Gagnefs Gråda, Osterfors, Österfors, Vaesterfors, Västerfors, Nordbaeck, Nordbäck, Gagnefsbyn, Gagnefsbyn, Nordauker, Nordåker og Pellesgaurdarna, Pellesgårdarna. Ludvika. Ludvika er ein býur í Ludvika kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 14 498 íbúgvar (2010). Orsa. Orsa er ein býur í Orsa kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 5 308 íbúgvar (2010). Rättvik. Rättvik er ein býur í Rättvik kommunu í Dalarnas län í Svøríki. Í 2010 var fólkatalið 4.686. Säter. Sälen er ein býur í Säters kommunu í Dalarnas län í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 429 íbúgvar (2010). Smedjebacken. Smedjebacken er ein býur í Smedjebackens kommunu í Svøríki. Býurin liggur í syðra parti av Dalarna við vatnið Norra Barken, sunnanfyri Borlänge og er mest kendur fyri sín jarnídna við verksmiðjuni Smedjebackens Walsverk. Í býnum búðu 5.100 fólk í 2010. Bergsjö. Bergsjö er ein býur í Nordanstigs kommunu í Svøríki.Býurin hevur umleið 1 266 íbúgvar (2010). Hofors. Hofors er ein býur í Hofors kommunu í Gävleborgs län í Svøríki. Býurin hevur umleið 6 681 íbúgvar (2010). Hudiksvall. Hudiksvall er ein býur í Hudiksvalls kommunu í Gävleborgs län í Svøríki. Býurin hevur umleið 15 015 íbúgvar (2010). Ockelbo. Ockelbo er ein býur í Ockelbo kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 724 íbúgvar (2010). Hällefors. Hällefors er ein býur í Hällefors kommunu í Örebro län í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 530 íbúgvar (2010). Hellefors Bryggeri var heimahoyrandi í býnum, tað varð keypt av øðrum bryggjaríi í 2008. Bryggjaríið er enn til, men eitur nú Spendrups, sum er tað bryggjaríið ið keypti Hellefors Bryggeri. Umleið 80 fólk arbeiða í fyritøkuni. Österbymo. Österbymo er ein býur í Ydre kommunu í Östergötlands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 834 íbúgvar (2010). Stenungsund. Stenungsund er ein býur í Stenungsunds kommunu í Svøríki. Í býnum búgva umleið 9 987 fólk (2010). Stenungsund er umleið 50 kilometrar frá Gøteborg. Hässleholm. Hässleholm er ein býur í Hässleholms kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 18 500 íbúgvar (2010). Norrtälje. Norrtälje er ein býur í Norrtälje kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 17 275 íbúgvar (2010). Hyltebruk. Hyltebruk er ein býur í Hylte kommunu í Hallands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 716 íbúgvar (2010). Býurin vaks upp kring eina pappírsverksmiðju, sum var stovnað í 1907 sum Hylte Bruks AB. Í dag er tað ein av heimsins størstu pappírsframleiðarum við 920 starvsfólkum. Laholm. Laholm er ein býur í Laholms kommunu í Svøríki. Fólkatalið er umleið 6 150 (2010). Tylösand. Tylösand er ein býur í Halmstads kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 399 íbúgvar (2010). Bollmora. Bollmora er ein býur í Tyresö kommunu í Svøríki. Ånge. Ånge er ein býur í Ånge kommunu í Västernorrlands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 872 íbúgvar (2010). Kramfors. Kramfors er ein býur í Kramfors kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 5 990 íbúgvar (2010). Ed. Ed er ein býur í Dals-Eds kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 932 íbúgvar (2010). Bengtsfors. Bengtsfors er ein býur í Bengtsfors kommunu í Västra Götalands län Svøríki.Býurin hevur umleið 3 080 íbúgvar (2010). Ljungby. Ljungby er ein býur í Ljungby kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 15 205 íbúgvar (2010). Nybro. Nybro er ein býur í Nybro kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 12 810 íbúgvar (2010). Båstad. Båstad er ein býur í Båstad kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 961 íbúgvar (2010). Öregrund. Öregrund er ein býur í Östhammars kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 555 íbúgvar (2010). Tierp. Tierp er ein býur í Tierps kommunu í Uppsala län í landslutinum Uppland í Svøríki. Býurin er høvuðssæti hjá Tierps kommun og í 2010 var fólkatalið í býnum 5.587. Tierp liggur við Tämnarån og E4 umleið 61 kilometrar norðanfyri Uppsala og 53 kilometrar sunnanfyri Gävle. Av stórum fyritøkum í býnum kunnu nevnast Atlas Copco, Elastolan, Tierps järnbruk. Kend fólk úr Tierp eru íshockeysleikarin Johan Holmqvist og yrkjarin Kristina Lugn. Örkelljunga. Örkelljunga er ein býur í Örkelljunga kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 818 íbúgvar (2010). Vellinge. Vellinge er ein býur í Vellinge kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 6 304 íbúgvar (2010). Östhammar. Östhammar er ein býur í Östhammars kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 534 íbúgvar (2010). Broby. Broby er ein býur í Östra Göinge kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 920 íbúgvar (2010). Osby. Osby er ein býur í Osby kommunu í Skåne län Svøríki. Fólkatalið í býnum er umleið 7 157 íbúgvar (2010). Mönsterås. Mönsterås er ein býur í Mönsterås kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 731 íbúgvar (2010). Emmaboda. Emmaboda er ein býur í Emmaboda kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 824 íbúgvar (2010). Lysekil. Lysekil er ein býur í Lysekils kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Í 2010 búðu 7.628 fólk í býnum. Svenstavik. Svenstavik er ein bygd í Jämtland i Jämtlands län í Svøríki. Bygdin er partur av Bergs kommunu. Í 2010 var fólkatalið 1.004. Svenstavik liggur umleið 65 km sunnanfyri Östersund við syðra partin av vatninum Storsjön. Bygdin hevur eitt læknahús og ein miðnámsskúla. E45 fer ígjøgnum Svenstavik. Ein jarnbreytastøð er í bygdini, sum er partur av jarnbreytalinjuni "Inlandsbanan". Åmsele. Åmsele er ein býur í Vindelns kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 209 íbúgvar (2010). Fagerhult. Fagerhult er ein býur í Habo kommunu í Jönköpings län í Svøríki. Fagerhult hevur umleið 316 íbúgvar (2010). AB Fagerhult liggur í Fagerhult og er størsta virki í kommununi, umleið 2000 fólk starvast har. Baskarp. Baskarp er ein býur í Habo kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 79 íbúgvar (2010). Fiskebäck. Fiskebäck er ein býur í Habo kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 130 íbúgvar (2010). Nätebäcken. Nätebäcken er ein býur í Habo kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 102 íbúgvar (2010). Västerkärr. Västerkärr er ein býur í Habo kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 94 íbúgvar (2010). Solhöjden. Solhöjden er ein býur í Habo kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 140 íbúgvar (2010). Björnhult, Grönestad og Hästebäcken. Björnhult, Grönestad og Hästebäcken er ein býur í Habo kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 106 íbúgvar (2010). Club Nacional de Football. Nacional (Club Nacional de Football) er eitt urugueiskt fótbóltsfelag úr Montevideo, sum var stovnað í 1899. Uruguay Meistaradeildin (46). 1902, 1903, 1912, 1915, 1916, 1917, 1919, 1920, 1922, 1923, 1924, 1933, 1934, 1939, 1940, 1941, 1942, 1943, 1946, 1947, 1950, 1952, 1955, 1956, 1957, 1963, 1966, 1969, 1970, 1971, 1972, 1977, 1980, 1983, 1992, 1998, 2000, 2001, 2002, 2005, 2005-06, 2008-09, 2010-11, 2011-12, 2014-15, 2016. Oude Kerk. Oude Kerk (føroyskt: "gomul kirkja") er ein kirkja i De Wallen i Amsterdam frá umleið 1213. Bos en Lommer. Bos en Lommer í Amsterdam Bos en Lommer er ein býarpartur í Amsterdam. Býarparturin hevur 30 660 íbúgvar (2003). Razika. Razika er ein norskur gentutónleikarbólkur úr Bergen. Staffan Hellstrand. Staffan Hellstrand (føddur 13. mai 1956 í Stockholm í Svøríki) er ein sangari úr Svøríki. Kikki, Bettan & Lotta. Kikki, Bettan & Lotta var ein svenskur tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 2001 av Kikki Danielsson, Elisabeth Andreassen og Lotta Engberg. Vansbro. Vansbro er ein býur í Vansbro kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 026 íbúgvar (2010). Bräcke. Bräcke er ein býur í Bräcke kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 651 íbúgvar (2010). Hammarstrand. Hammarstrand er ein býur í Ragunda kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 052 íbúgvar (2010). Järpen. Järpen er ein býur í Åre kommunu í Jämtlands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 408 íbúgvar (2010). Krokom. Krokom er ein býur í Krokoms kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 277 íbúgvar (2010). Strömsund. Strömsund er ein býur í Strömsunds kommunu í Svøríki. 3.589 fólk búðu har í 2010. Aneby. Aneby er ein býur í Aneby kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 367 íbúgvar (2010). Gnosjö. Gnosjö er ein býur í Gnosjö kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 326 íbúgvar (2010). Norrahammar. Norrahammar er ein býur í Jönköpings kommunu í Svøríki. Býurin var ein sjálvstøðug kommuna til 1971. Tenhult. Tenhult er ein býur í Jönköpings kommunu í Svøríki.Býurin hevur umleið 2 977 íbúgvar (2010). Högsby. Högsby er ein býur í Högsby kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 881 íbúgvar (2010). Torsås. Torsås er ein býur í Torsås kommunu í Kalmar län í Smálandi í Svøríki. Býurin liggur millum Kalmar og Karlskrona, við dagligum buss ferðasambandi til báðir býir. Í 16. øld var bónda- og uppreistrarleiðarin Nils Dacke ofta í Torsås-økinum, eitt nú tí at trúlovaða hansara kom frá bygdini Holma. Tað er ein minnisvarði í Torsås til minnis um friðin í Brömsebro millum Danmark og Svøríki í 1645. Býurin hevur umleið 1 848 íbúgvar (2010). Smålandsstenar. Smålandsstenar er ein býur í Gislaveds kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 530 íbúgvar (2010). Älmhult. Älmhult er ein býur í Älmhults kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 8 955 íbúgvar (2010). IKEA læt upp sítt fyrsta møblavøruhús í Älmhult í 1958. Åryd. Åryd er ein bygd í Växjö kommunu í Kronobergs län í Svøríki. Bygdin hevur umleið 684 íbúgvar (2010). Har er ein skúli fyri børn sum ganga í 1. til 6. flokk og frítíðarvirksemi fyri børnini. Åryds IK hevur fótbóltslið fyri bæði gentur og dreingir í aldrinum 7-16 ár og hevur enntá lið í vaksnamannadeildunum. Lessebo. Lessebo er ein býur í Lessebo kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 737 íbúgvar (2010). Markaryd. Markaryd er ein býur í Markaryds kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 966 íbúgvar (2010). Tingsryd. Tingsryd er ein býur í Tingsryds kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 037 íbúgvar (2010). Älvsbyn. Älvsbyn er ein býur í Älvsbyns kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 967 íbúgvar (2010). Arvidsjaur. Arvidsjaur er ein býur í Arvidsjaurs kommunu í Svøríki.Býurin hevur umleið 4 635 íbúgvar (2010). Arjeplog. Arjeplog er ein býur í Arjeplogs kommunu í Svøríki.Býurin hevur umleið 1 977 íbúgvar (2010). Jokkmokk. Jokkmokk (lulesámiskt: "Jåhkåmåhkke" ella "Dálvvadis", norðursámiskt: "Dálvvadis") er ein býur í Jokkmokks kommunu í Norrbottens län í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 786 íbúgvar (2010). Býurin er kendur sum eitt savningarstað hjá sámum. Í býnum er eitt sámasavn. Malmberget. Malmberget er ein býur í Gällivare kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 5 590 íbúgvar (2010). Övertorneå. Övertorneå er ein býur í Övertorneå kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 917 íbúgvar (2010). Överkalix. Överkalix er ein býur í Överkalix kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 975 íbúgvar (2010). Kumla. Kumla er ein býur í Kumla kommunu í Svøríki.Býurin hevur umleið 14 062 íbúgvar (2010). Fjugesta. Fjugesta er ein býur í Lekebergs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 033 íbúgvar (2010). Hallsberg. Hallsberg er ein býur í Hallsbergs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 7 122 íbúgvar (2010). Kopparberg. Kopparberg er ein býur í Ljusnarsbergs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 016 íbúgvar (2010). Laxå. Laxå er ein býur í Laxå kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 062 íbúgvar (2010). Brevens bruk. Brevens bruk er ein býur í Örebro kommunu í Svøríki.Býurin hevur umleið 101 íbúgvar (2010). Degerfors. Degerfors er ein býur í Degerfors kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 7 160 íbúgvar (2010). Åtvidaberg. Åtvidaberg er ein býur í Åtvidabergs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 6 859 íbúgvar (2010). Boxholm. Boxholm er ein býur í Boxholms kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 194 íbúgvar (2010). Finspång. Finspång er ein býur í Finspångs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 12 440 íbúgvar (2010). Kisa. Kisa er ein býur í Kinda kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 687 íbúgvar (2010). Mjölby. Mjölby er ein býur í Mjölby kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 772 íbúgvar (2010). Ödeshög. Ödeshög er ein býur í Ödeshögs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 572 íbúgvar (2010). Valdemarsvik. Valdemarsvik er ein býur í Valdemarsviks kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 772 íbúgvar (2010). Åhus. Åhus er ein býur í Kristianstads kommunu í Skåne län í Svøríki. Býurin hevur umleið 9 423 íbúgvar (2010). Höganäs. Höganäs er ein býur í Höganäs kommunu í Skåne län í Svøríki. Býurin hevur umleið 14 107 íbúgvar (2010). Arlöv. Arlöv er ein býur í Burlövs kommunu í Svøríki. Eslöv. Eslöv er ein býur í Eslövs kommunu í Skåne län í Svøríki. Býurin hevur umleið 17 748 íbúgvar (2010). Hörby. Hörby er ein býur í Hörby kommunu í Skåne län í Svøríki. Býurin hevur umleið 7 085 íbúgvar (2010). Slóðir. * Höör. Höör er ein býur í Höörs kommunu í Skåne län í Svøríki. Í 2010 var fólkatalið 7 865. Slóðir. * Kävlinge. Kävlinge er ein býur í Kävlinge kommunu í Svøríki. Býurin liggur í Skåne län. Býurin hevur umleið 9 049 íbúgvar (2010). Arkelstorp. Arkelstorp er ein býur í Kristianstads kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 768 íbúgvar (2010). Skurup. Skurup er ein býur í Skurups kommunu í Skåne län í landslutinum Skåne í Svøríki. Býurin er høvuðssæti hjá Skurup kommunu og í 2005 búðu 6.978 fólk í býnum. Býurin liggur við jarnbreytina millum Malmö og Ystad. Býurin hevur umleið 7 565 íbúgvar (2010). Staffanstorp. Staffanstorp er ein býur í Staffanstorps kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 14 808 íbúgvar (2010). Åstorp. Åstorp er ein býur í Åstorps kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 9 488 íbúgvar (2010). Svalöv. Svalöv er ein býur í Svalövs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 633 íbúgvar (2010). Svedala. Svedala er ein býur í Svedala kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 10 627 íbúgvar (2010). Klippan. Klippan er ein býur í Klippans kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 8 116 íbúgvar (2010). Tomelilla. Tomelilla er ein býur í Tomelilla kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 6 444 íbúgvar (2010). Bjuv. Bjuv er ein býur í Bjuvs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 6 832 íbúgvar (2010). Bromölla. Bromölla er ein býur í Bromölla kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 7 595 íbúgvar (2010). Perstorp. Perstorp er ein býur í Perstorps kommunu í Skåne län Svøríki. Við árlok 2010 búðu 5.665 fólk í býnum. Hälleforsnäs. Hälleforsnäs er ein býur í Flens kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 585 íbúgvar (2010). Lesjöfors. Lesjöfors er ein býur í Filipstads kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 062 íbúgvar (2010). Flen. Flen er ein býur í Flens kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 6 229 íbúgvar (2010). Gnesta. Gnesta er ein býur í Gnesta kommunu og Södertälje kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 5 562 íbúgvar (2010). Trosa. Trosa er ein býur í Södermanland og ein av týdningarmestu býunum í Trosa kommunu í Södermanlands län í Svøríki. Býurin liggur millum Södertälje og Nyköping, har ið áin Trosaån munnar út í Eystursjógvin. Í 2010 búðu 5.027 fólk í býnum. Vingåker. Vingåker er ein býur í Vingåkers kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 282 íbúgvar (2010). Ekerö. Ekerö er ein býur, ið liggur á oynni Ekerön, sum liggur í vatninum Mälaren og hoyrir til Ekerö kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 10 907 íbúgvar (2010). Býurin Ekerö var upprunaliga býirnir Tappström og Träkvista, ið síðan 1975 verða mettar sum samanvaksnar og verður býurin nevndur Ekerö. Öckerö. Öckerö er ein býur í Öckerö kommunu í Svøríki. Býurin liggur á oynni Öckerö og hevur umleið 3 488 íbúgvar (2010). Henån. Henån er ein býur í Orust kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 816 íbúgvar (2010). Henån eitur eftir ánni við sama navni. Skärhamn. Skärhamn er ein býur í Tjörns kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 193 íbúgvar (2010). Jakobsberg. Jakobsberg er ein býur í Järfälla kommunu í Stockholms län, Svøríki. Býurin liggur 15 km norðan fyri Stockholm og hevur umleið 22 000 íbúgvar (2011). Kungsängen. Kungsängen er ein býur í Upplands-Bro kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 588 íbúgvar (2010). Salem (Svøríki). Salem er ein býur í Salems kommunu í Stockholms län í Svøríki. Í 2008 búðu umleið 16.000 fólk í Salem. Salem kommuna hevur sæti í Salem. Vaxholm. Vaxholm er ein býur í Vaxholms kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 857 íbúgvar (2010). Vallentuna. Vallentuna er ein býur í Vallentuna kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 29 519 íbúgvar (2010). Täby. Täby er ein býur í Täby kommunu, Danderyds kommunu og Sollentuna kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 61 272 íbúgvar (2010). Handen. Handen er ein býur í Haninge kommunu í Svøríki. Almunge. Almunge er ein býur í Uppsala kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 813 íbúgvar (2010). Knivsta. Knivsta er ein býur í Knivsta kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 7 081 íbúgvar (2010). Heby. Heby er ein býur í Heby kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 550 íbúgvar (2010). Fjuckby. Fjuckby er ein býur í Uppsala kommunu í Svøríki. Býurin liggur norðan fyri Uppsala. Áðrenn 1930 varð býurin nevndur Fjuckeby, men navnið varð broytt til Fjuckby. Ein rúnusteinur varð funnin í býnum. Ein maður reisti hann til minnis um tveir synir. Annar teirra doyði í Grikkalandi, sambært tulkingum av rúnuskriftini. Årjäng. Årjäng er ein býur í Årjängs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 228 íbúgvar (2010). Forshaga. Forshaga er ein býur í Forshaga kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 6 229 íbúgvar (2010). Lerum. Lerum er ein býur í Lerums kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 16 855 íbúgvar (2010). Skoghall. Skoghall er ein býur í Hammarö kommunu í Värmlands län í Värmlandi í Svøríki. Býurin er høvuðssæti fyri Hammarö kommunnu og í 2005 búðu 12.810 fólk í Skoghall. Býurin hevur umleið 13 265 íbúgvar (2010). Kil. Kil er ein býur í Kils kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 7 842 íbúgvar (2010). Säffle. Säffle er ein býur í Säffle kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 8 991 íbúgvar (2010). Storfors. Storfors er ein býur í Storfors kommunu í Svøríki. Í 2010 búðu 2.337 fólk í býnum. Storfors liggur í Värmland. Býurin hevur umleið 2 337 íbúgvar (2010). Torsby. Torsby er ein býur í Torsby kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 477 íbúgvar (2010). Bjurholm. Bjurholm er ein býur í Bjurholms kommunu í Västerbottens län í Svøríki. Býurin liggur umleið 60 kilometrar vestan fyri Umeå við ánna Öreälven. Býurin er sæti hjá Bjurholms kommunu. Fólkatalið í býnum var 968 íbúgvar í 2010. Malå. Malå er ein býur í Malå kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 050 íbúgvar (2010). Nordmaling. Nordmaling er ein býur í Nordmalings kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 546 íbúgvar (2010). Norsjö. Norsjö er ein býur í Norsjö kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 004 íbúgvar (2010). Robertsfors. Robertsfors er ein býur í Robertsfors kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 004 íbúgvar (2010). Sorsele. Sorsele (umesamiskt: "Suorssá") er ein býur í Sorsele kommunu í Västerbottens län í svenska partinum av Lapplandi. Býurin hevur umleið 1 277 íbúgvar (2010). Vännäs. Vännäs er ein býur í Vännäs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 118 íbúgvar (2010). Fagersta. Fagersta er ein býur í Fagersta kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 11 130 íbúgvar (2010). Köping. Köping er ein býur í Västmanland og høvuðsbýur í Köpings kommunu í Svøríki. Fólkatalið í býnum var 17.743 í 2010. Vinnulív. Köping er ein týðandi ídnaðarbýur, og bæði Volvo og Sandvik AB hava verksmiður í býnum; Hästens, ið framleiður eksklusivar sengur, ið verða útfluttar til allan heimin, liggur í býnum. Kungsör. Kungsör er ein býur í Kungsör kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 5 452 íbúgvar (2010). Norberg. Norberg er ein býur í Norbergs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 518 íbúgvar (2010). Skinnskatteberg. Skinnskatteberg er ein býur í Skinnskattebergs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 287 íbúgvar (2010). Färgelanda. Färgelanda er ein býur í Färgelanda kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 894 íbúgvar (2010). Götene. Götene er ein býur í Götene kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Fólkatalið í býnum var 4.933 í 2010. Grästorp. Grästorp er ein býur í Grästorps kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 969 íbúgvar (2010). Gullspång. Gullspång er ein býur í Gullspångs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 167 íbúgvar (2010). Herrljunga. Herrljunga er ein býur í Herrljunga kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 822 íbúgvar (2010). Býurin er vaksin upp fram við ánna Nossan. Herrópið hjá kommununi er "Herrljunga, en plats i världen att bo på". Býurin er kendur fyri bryggjaríið Herrljunga Cider og elektronikfyritøkuna Ascom Tateco Sweden AB. Kinna. Gamla torget í Kinna um 1986 Kinna er ein býur í Marks kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 14 776 íbúgvar (2010). Kungshamn. Kungshamn er ein býur í Sotenäs kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 2 814 íbúgvar (2010). Ljungskile. Ljungskile er ein býur í Uddevalla kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 375 íbúgvar (2010). Lilla Edet. Lilla Edet er ein býur í Lilla Edets kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 862 íbúgvar (2010). Munkedal. Munkedal er ein býur í Munkedals kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 718 íbúgvar (2010). Partille. Partille er ein býur í Partille kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Býurin er høvuðssæti hjá Partille kommunu og forstaður til Göteborg. Fólkatalið í býnum er 29.444 (2010). Nödinge-Nol. Nödinge-Nol er ein býur í Ale kommunu í Svøríki. Nödinge-Nol hevur umleið 9 822 íbúgvar (2010). Nossebro. Nossebro er ein býur í Essunga kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 846 íbúgvar (2010). Strömstad. Strömstad er ein býur í Strömstads kommunu í Svøríki. Í 2008 var fólkatalið í býnum 7.226, og i 2010 6 288. Býurin liggur við markið til Noreg; Color Line hevur ferjusamband millum Sandefjord og Strömstad. Túrurin til Sandefjord tekur umleið 2 tímar. Norðmenn, sum búgva nær við Sandefjord, fara ofta yvirum til Svøríkis at keypa. Prísirnir á flestu vørum eru lægri í Svøríki enn í Noregi. Hevði tað ikki verið fyri norðmenninar, sum fara um markið at keypa, høvdu nógv færri handlar og matstovur verið í Strömstad, har skelti ofta eru á norskum, og til ber at gjalda við norskum pengum. Tað sama er galdandi nógva aðrastaðni, har stórir munir eru á prísunum í grannalondum. Nógvir amerikanar ferðast til dømis suður um markið til Meksiko at keypa. Í m.a. Tijuana og Ensenada eru skelti á enskum, og tikið verður ímóti amerikonskum dollarum. Býurin liggur við Europaväg 6 (E6). Svenljunga. Svenljunga er ein býur í Svenljunga kommunu í Svøríki.Býurin hevur umleið 3 418 íbúgvar (2010). Tanumshede. Tanumshede er ein býur í Tanums kommunu í Svøríki.Býurin hevur umleið 1 697 íbúgvar (2010). Tibro. Tibro er ein býur í Tibro kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 8 018 íbúgvar (2010). Töreboda. Töreboda er ein býur í Töreboda kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 4 189 íbúgvar (2010). Tranemo. Tranemo er ein býur í Tranemo kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 3 323 íbúgvar (2020). Vårgårda. Vårgårda er ein býur í Vårgårda kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 5 133 íbúgvar (2010). Erlend Øye. Erlend Øye (føddur 21. november 1975) er ein norskur tónleikari, sangari, sangskrivari, DJ og tónleikaprodusari. Hann er kendur frá bólkunum Kings of Convenience og The Whitest Boy Alive. Nils Bech. Nils Bech (føddur 8. apríl 1981, vaks upp í Vikersund) er ein norskur tónleikari, sangari, dansari og listamaður. Kiesza. Kiesa Rae Ellestad, betri kend sum Kiesza (fødd 29. januar 1989 í Calgary) er ein kanadisk songkvinna, sangskrivari, tónleikari og dansari. Allie X. Alexandra Ashley Hughes, betri kend sum Allie X, (fødd 31. juli 1985 i Oakville, Ontario) er ein kanadisk songkvinna og sangskrivari. Ålesund. Ålesund er ein býur og kommuna í Møre og Romsdal í Noregi. Ålesund hevur 45 033 íbúgvar (2013) og er soleiðis tann størsta kommunan í Møre og Romsdal. Vinnie Who. Niels Bagge Hansen, betri kendur sum Vinnie Who (føddur 1. november 1987) er ein danskur sangari, sangskrivari og tónleikari. 313 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. Árstal: 318 f.Kr. 317 f.Kr. 316 f.Kr. 315 f.Kr. 314 f.Kr. - 313 f.Kr. - 312 f.Kr. 311 f.Kr. 310 f.Kr. 309 f.Kr. 308 f.Kr. 314 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. Árstal: 319 f.Kr. 318 f.Kr. 317 f.Kr. 316 f.Kr. 315 f.Kr. - 314 f.Kr. - 313 f.Kr. 312 f.Kr. 311 f.Kr. 310 f.Kr. 309 f.Kr. 315 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. Árstal: 320 f.Kr. 319 f.Kr. 318 f.Kr. 317 f.Kr. 316 f.Kr. - 315 f.Kr. - 314 f.Kr. 313 f.Kr. 312 f.Kr. 311 f.Kr. 310 f.Kr. 316 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. Árstal: 321 f.Kr. 320 f.Kr. 319 f.Kr. 318 f.Kr. 317 f.Kr. - 316 f.Kr. - 315 f.Kr. 314 f.Kr. 313 f.Kr. 312 f.Kr. 311 f.Kr. 317 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. Árstal: 322 f.Kr. 321 f.Kr. 320 f.Kr. 319 f.Kr. 318 f.Kr. - 317 f.Kr. - 316 f.Kr. 315 f.Kr. 314 f.Kr. 313 f.Kr. 312 f.Kr. 318 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. Árstal: 323 f.Kr. 322 f.Kr. 321 f.Kr. 320 f.Kr. 319 f.Kr. - 318 f.Kr. - 317 f.Kr. 316 f.Kr. 315 f.Kr. 314 f.Kr. 313 f.Kr. 319 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. Árstal: 324 f.Kr. 323 f.Kr. 322 f.Kr. 321 f.Kr. 320 f.Kr. - 319 f.Kr. - 318 f.Kr. 317 f.Kr. 316 f.Kr. 315 f.Kr. 314 f.Kr. 320 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. Árstal: 325 f.Kr. 324 f.Kr. 323 f.Kr. 322 f.Kr. 321 f.Kr. - 320 f.Kr. - 319 f.Kr. 318 f.Kr. 317 f.Kr. 316 f.Kr. 315 f.Kr. 321 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. Árstal: 326 f.Kr. 325 f.Kr. 324 f.Kr. 323 f.Kr. 322 f.Kr. - 321 f.Kr. - 320 f.Kr. 319 f.Kr. 318 f.Kr. 317 f.Kr. 316 f.Kr. 322 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. Árstal: 327 f.Kr. 326 f.Kr. 325 f.Kr. 324 f.Kr. 323 f.Kr. - 322 f.Kr. - 321 f.Kr. 320 f.Kr. 319 f.Kr. 318 f.Kr. 317 f.Kr. 310-árini f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. - 4. øld f.Kr. - 3. øld Áratíggju: 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. - 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. 260-árini f.Kr. Ár: 319 f.Kr. 318 f.Kr. 317 f.Kr. 316 f.Kr. 315 f.Kr. 314 f.Kr. 313 f.Kr. 312 f.Kr. 311 f.Kr. 310 f.Kr. 320-árini f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. - 4. øld f.Kr. - 3. øld Áratíggju: 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. Ár: 329 f.Kr. 328 f.Kr. 327 f.Kr. 326 f.Kr. 325 f.Kr. 324 f.Kr. 323 f.Kr. 322 f.Kr. 321 f.Kr. 320 f.Kr. 323 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. Árstal: 328 f.Kr. 327 f.Kr. 326 f.Kr. 325 f.Kr. 324 f.Kr. - 323 f.Kr. - 322 f.Kr. 321 f.Kr. 320 f.Kr. 319 f.Kr. 318 f.Kr. 324 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. Árstal: 329 f.Kr. 328 f.Kr. 327 f.Kr. 326 f.Kr. 325 f.Kr. - 324 f.Kr. - 323 f.Kr. 322 f.Kr. 321 f.Kr. 320 f.Kr. 319 f.Kr. 325 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. Árstal: 330 f.Kr. 329 f.Kr. 328 f.Kr. 327 f.Kr. 326 f.Kr. - 325 f.Kr. - 324 f.Kr. 323 f.Kr. 322 f.Kr. 321 f.Kr. 320 f.Kr. 326 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. Árstal: 331 f.Kr. 330 f.Kr. 329 f.Kr. 328 f.Kr. 327 f.Kr. - 326 f.Kr. - 325 f.Kr. 324 f.Kr. 323 f.Kr. 322 f.Kr. 321 f.Kr. Nadja Bender. Nadja Bender (fødd 3. juni 1990 í Keypmannahavn) er ein donsk modell. Hon er 180 cm høg. Nadja Bender byrjaði sína lívsleið sum modell hjá Gossip Model Management. Eftir at hon hevði undirskrivað sína fyrstu altjóða modellsáttmála, flutti hon til New York, har hon kom í samband við New York Model Management. Í september 2011 gekk Nadja Bender fyri fyrstu ferð til mótashow í París, har hon gekk fyri Alexander McQueen og YSL. Næstu sesong fekk hon sítt altjóða gjøgnumbrot í New York, har ið hon eitt nú læt upp Alexander Wang, Rodarte, Balmain og Nina Ricci og gekk í einari langari røð av mótashows, eitt nú fyri Chanel, Christian Dior, Yves Saint-Laurent, Louis Vuitton, Lanvin, Alexander McQueen, Fendi, Versace og Dolce & Gabbana. Gucci nýtti eisini andlit hennara í teirra heystar/vetrar v-átaki saman við Karmen Pedaru. Nadja Bender framførdi fyri fyrstu ferð í Vogue Paris í juni/juli 2012-útgávuni. Í Vogue Paris August 2012 var hon saman við Arizona Muse, Isabeli Fontana, Kati Nescher og Suvi Koponen í røðini "Paris Mon Amour" hjá Mario Sorrenti. Sama summarið 2012 varð Nadja Bender vald at sýna fram "Cruise 2013 kollektiónir" fyri Balmain, Stella McCartney, Gucci, Burberry Prorsum og Bottega Veneta, og í september 2012 gekk hon modell undir mótavikunum vár/summar 2013. Í New York og París gekk hon catwalks fyri Chanel, Chloé, Stella McCartney, Kenzo, Balmain, Lanvin, Dolce & Gabbana, Fendi, Moschino, Versace, Gucci, Michael Kors, Alexander Wang og Etro. Í november 2012 var Nadja Bender aftur at síggja í "Vogue Paris" fotograferað av Karim Sadli, saman við Kati Nescher og Cora Emmanuel í "New Faces" útgávuni. Hon hevur eisini arbeitt fyri Alberta Ferreti og H&M. Frederiksberg. Frederiksberg er tað reyða økið á kortinum. Frederiksberg er ein sjálvstýrandi býarpartur í Keypmannahavn og ein av kommununum í Høvuðsstaðarregiónini. Eftir at grannakommunurnar vóru innlimaðar í Keypmannahavnar kommunu, gjørdist Frederiksberg kringsett av Keypmannahavnar býi. Upprunaliga var Frederiksberg tó ein býur og var skildur frá høvuðsstaðnum. Býarparturin hevur 102.717 íbúgvar (2014) og er við einari vídd á 8,7 km² tann tættast bygda kommunan í Danmark. 5 Seconds of Summer. 5 Seconds of Summer í 2014 5 Seconds of Summer er ein avstralskur punk rock bólkur, ið bleiv stovnaður í 2011. Tað eru fýra limir í bólkinum. Luke Hemmings(forsangari og gittaraspælari), Michael Clifford(sangari og gittaraspælari), Calum Hood(sangari og bassleikari) og Ashton Irwin(sangari og trummusláari). Í 2012 vóru teir upphitingarbólkur fyri Hot Chelle Rae á " Whatever World Tour" konsertferðini og aftur fyri One Direction í 2013 og 2014 á teirra konsertferðum "Take Me Home Tour" og "Where We Are Tour". Í 2015 skulu teir aftur verða upphitingin fyri One Direction á konsertferðini "On The Road Again Tour". Sjálvir hava teir verið á konsertferðum, smáum og stórum, um allan heimin. Tilsamans hava teir verið á nýggju ferðum síðan 2012. Torfhildur Þorsteinsdóttir. Torfhildur Þorsteinsdóttir, eisini kend sum Torfhildur Hólm (fødd 2. februar 1845 í Kálfafellsstaði, deyð 14. november 1918 í Reykjavík) var ein íslendskur rithøvundur, sum búði í Kanada í fleiri ár. Hon var møguliga tann fyrsti íslendarin, ið var hevði sum høvuðsyrki at vera rithøvundur, og verður ofta nevnd sum tann fyrsta íslendska kvinnan ið var rithøvundur. Diego Velázquez. Diego Rodríguez de Silva y Velázquez (føddur í juni 1599, deyður 6. august 1660), oftast bert nevndur sum Diego Velázquez, var hoffmálari hjá kong Filip 4.. Hann var ein av bestu portrettmálarunum í barokk-tíðarskeiðnum. Velázquez varð føddur í Sevilla sum barn hjá einari sevillianskari mammu og einum pápa av jødiskari-portugisiskari ætt. Longu 12-ára gamal fór hann í læru hjá kenda listamálaranum Francisco de Herrera el Viejo. Vegna ósemjum fór hann úr læruplássinum eitt ár seinni og fór í staðin í læru hjá tí manieristiska málaranum Francisco Pacheco. Tað var her at Velázquez fekk sítt listaliga støði. Teir báðir gjørdist eisini góðir vinir og í 1618 giftist hann dóttir Pacheco, sum nevndist Juana. Diego fekk egið verkstað í Sevilla sum 18-ára gamal, men í 1623 flutti hann til Madrid har hann seinni gjørdist kongaligur hoffmálari, eftir nakrar miseydnaðar royndir. Pamela Anderson. Pamela Denise Anderson (fødd 1. juli 1967) er ein kanadisk-amerikonsk modell og sjónleikarinna av finskari ætt. Hon varð fødd í Ladysmith, British Columbia í Kanada. Í 1988 flutti hon til Vancouver, sum er høvuðsstaður í British Columbia. 22 ára gomul í 1989 byrjaði hennara lívsleið sum modell, tá hon var modell fyri ølmerkið Labatt. Hon gjørdist vælumtókt og flutti til Los Angeles, USA, fyri at gerast modell í tíðarritinum Playboy. Í 1991 byrjaði hon lívsleiðina sum sjónleikarinna og fekk sítt stóra altjóða gjøgnumbrot í 1992 sum C.J. Parker í tí amerikonsku sjónvarpsrøðini Baywatch, og Pamela í sínari reyðu svimjidrakt gjørdist nærmast sereyðkenni fyri røðina. Í 1995 giftist hon Tommy Lee, trummuláara frá heavy metal-bólkinum Mötley Crüe, saman fingu tey børnini Brandon Thomas Lee og Dylan Jagger. Ein privat sexvideofilmur hjá parinum bleiv stolin og vístur á internetinum, áðrenn parið bleiv skilt í 1998. Hin 6. oktober 2007 giftist hon Rick Salomon í Las Vegas, men søkti um hjúnaskilna longu 2 mánaðar seinni. Í januar 2014 giftust tey bæði fyri aðru ferð. Síðan Baywatch hevur Pamela livað eitt Hollywood-lív, hon hevur aftur verið Playboy-modell, hon hevur skrivað eina sjálvævisøgu, spælt við í nøkrum filmum (m.a. Stripperella & Baywatch: Hawaiian Wedding & Borat), hon hevur innspælt eitt staklag við Bryan Adams, og so hevur hon arbeitt nógv til frama fyri hótt djórasløg. Hin 1. august 2014 kom hon til Føroya fyri at mótmæla grindadrápi. Hon luttók saman við øðrum Sea Shepherd-fólkum á tíðindafundi á Hotel Føroyum, ið felagsskapurin stroymaði beinleiðis á heimasíðu síni. Pamela er veganari. Filipinki. Filipinki var ein pólskur gentutónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1959. Føroyar á Summar Paralympisku Leikunum í 1984. Føroyar luttóku á Summar Paralympisku Leikunum 1984 í Stoke Mandeville og New York. Tað vóru trý ítróttafólk, ið øll vóru svimjarar, ið luttóku á leikunum: Katrin Johansen, Ólavur Kongsbak og Kristvør Rasmussen. Føroyar á Summar Paralympisku Leikunum í 1992. Føroyar luttóku á Summar Paralympisku Leikunum 1992 í Barcelona. Tað vóru trý ítróttafólk, ið luttóku á leikunum: Durid Svensson, Tóra við Keldu og Heini Festirstein. Christina Næss. Christina Næss er ein føroyskur svimjari. Hon er einasti persónur nakrantíð, ið hevur vunnið eitt gull heiðursmerki fyri Føroyar á Paralympisku Leikunum. Christina umboðaði Føroyar á Summar Paralympisku Leikunum í Seoul, har hon kappaðist í tveimum kappingum. Hon vann heiðursmerki í báðum kappingunum, hon vann gull í 10 metrum rygg (C3 í brekbólkingini), og silvur í 400 metrum frí (C3-4). Christina luttók ikki aftur á Paralympisku Leikunum. Katrin Dagbjartsdóttir. Katrin Dagbjartsdóttir, fyrr nevnd Katrin Dagbjartsdóttir Johansen ella bara Katrin Johansen), er ein føroyskur svimjari, sum hevur luttikið á Paralympisku Leikunum. Hon er útbúgvin lærari og starvast sum lærari á Venjingarskúlanum í Havn. Hon er eisini politikari, stillaði upp fyri Fólkaflokkin, og sat fleiri ferðir á Føroya Løgtingi, sum varafólk fyri Óla Breckmann, Bjarna Djurholm og Finnboga Arge. Lívsleið sum svimjari. Katrin luttók á Paralympisku Leikunum 1988 í Soul, har hon umboðaði Føroyar innan svimjing. Hon vann tvey heiðursmerki: silvur í 100 metrum frí í brekbólkinum C8 og bronsu í 100 m rygg, somuleiðis í C8. 327 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. Árstal: 332 f.Kr. 331 f.Kr. 330 f.Kr. 329 f.Kr. 328 f.Kr. - 327 f.Kr. - 326 f.Kr. 325 f.Kr. 324 f.Kr. 323 f.Kr. 322 f.Kr. 328 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. Árstal: 333 f.Kr. 332 f.Kr. 331 f.Kr. 330 f.Kr. 329 f.Kr. - 328 f.Kr. - 327 f.Kr. 326 f.Kr. 325 f.Kr. 324 f.Kr. 323 f.Kr. 329 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. - 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. 270-árini f.Kr. Árstal: 334 f.Kr. 333 f.Kr. 332 f.Kr. 331 f.Kr. 330 f.Kr. - 329 f.Kr. - 328 f.Kr. 327 f.Kr. 326 f.Kr. 325 f.Kr. 324 f.Kr. 330 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. Árstal: 335 f.Kr. 334 f.Kr. 333 f.Kr. 332 f.Kr. 331 f.Kr. - 330 f.Kr. - 329 f.Kr. 328 f.Kr. 327 f.Kr. 326 f.Kr. 325 f.Kr. 331 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. Árstal: 336 f.Kr. 335 f.Kr. 334 f.Kr. 333 f.Kr. 332 f.Kr. - 331 f.Kr. - 330 f.Kr. 329 f.Kr. 328 f.Kr. 327 f.Kr. 326 f.Kr. 332 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. Árstal: 337 f.Kr. 336 f.Kr. 335 f.Kr. 334 f.Kr. 333 f.Kr. - 332 f.Kr. - 331 f.Kr. 330 f.Kr. 329 f.Kr. 328 f.Kr. 327 f.Kr. 333 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. Árstal: 338 f.Kr. 337 f.Kr. 336 f.Kr. 335 f.Kr. 334 f.Kr. - 333 f.Kr. - 332 f.Kr. 331 f.Kr. 330 f.Kr. 329 f.Kr. 328 f.Kr. Føroyar á Summar Paralympisku Leikunum í 1996. Føroyar luttóku á Summar Paralympisku Leikunum 1996 í Atlanta. Tað var ein ítróttakvinna, ið luttók á leikunum: Ester Høj. Føroyar á Summar Paralympisku Leikunum í 2000. Føroyar luttóku á Summar Paralympisku Leikunum 2000 í Sydney. Tað vóru tvey ítróttafólk, ið luttóku á leikunum: Heidi Andreasen og Esther Hansen. Føroyar á Summar Paralympisku Leikunum í 2004. Føroyar luttóku á Summar Paralympisku Leikunum 2004 í Athen. Tað var ein ítróttakvinna, ið luttók á leikunum: Heidi Andreasen, svimjari. Heidi vann eitt bronsuheiðursmerki í S8 400m frí. Føroyar á Summar Paralympisku Leikunum í 2008. Føroyar luttóku á Summar Paralympisku Leikunum 2008 í Beijing. Tað var ein ítróttakvinna, ið luttók á leikunum: Heidi Andreasen. Føroyar á Summar-PL 2012. Føroyar luttóku á Summar Paralympisku Leikunum 2012 í London. Tað var ein ítróttamaður, ið luttók á leikunum: Ragnvaldur Jensen. Hann luttók í 100 m bringusvimjing SB14 og kom ikki í finaluna. Asta Nørregaard. Asta Elise Jakobine Nørregaard (fødd 13. august 1853 í Oslo, deyð 23. mars 1933 í Oslo) var ein norskur listamálari. Grønhólmur. Grønhólmur er ein hólmur í Føroyum. Grønhólmur er 0,4 ha til støddar. Victoria Beckham. Victoria Caroline Beckham (fødd Victoria Caroline Adams, 17. apríl 1974 í Harlow) er ein ensk songkvinna og vinnulívskvinna. Hon er eisini kend sum Posh Spice frá gentutónleikabólkinum Spice Girls. Victoria Beckham er gift við David Beckham. Tey eiga fýra børn, synirnar Brooklyn Joseph (føddur 4. mars 1999), Romeo James (føddur 1. september 2002), Cruz David (føddur 20. februar 2005) og dóttrina Harper Seven (fødd 10. juli 2011). Emma Bunton. Emma Lee Bunton (fødd 21. januar 1976 í Finchley) er ein ensk songkvinna. Hon er eisini kend som Baby Spice frá gentutónleikabólkinum Spice Girls. Sincerely Yours. Sincerely Yours er eitt svenskt plátufelag, sum varð sett á stovn í 2005. Føroya Fiskimannafelag. Føroya Fiskimannafelag er eitt fakfelag fyri føroyskir fiskimenn. Felagið varð stovnað í 1911 og er harvið næstelsta fakfelag í Føroyum. Lindsey Wixson. Lindsey Wixson (fødd 11. apríl 1994 í Wichita) er ein amerikonsk modell. Hon er mest kend fyri síni átøk fyri sniðgevar sum Chanel, John Galliano, Versace Vanitas, Miu Miu, Jill Stuart og Alexander McQueen. Í juli 2014 var Wixson mett at vera nummar 20 á listanum yvir "Top 50 Models Women", ið er ein listi hjá MODELS.com. Siri Tollerød. Siri Tollerød (fødd 18. august 1987 í Kristiansand) er ein norsk modell. Melanie Brown. Melanie Janine Brown (fødd 29. mai 1975 í Leeds) er ein ensk songkvinna. Hon er eisini kend som Scary Spice frá gentutónleikabólkinum Spice Girls. Geri Halliwell. Geraldine Estelle "Geri" Halliwell (6. august 1972 í Watford) er ein ensk songkvinna og sjónleikari. Hon er eisini kend sum Ginger Spice frá gentutónleikabólkinum Spice Girls. Ernests Gulbis. Ernests Gulbis (føddur 30. august 1988 í Jūrmala) er ein lettiskur tennisleikari. 334 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. Árstal: 339 f.Kr. 338 f.Kr. 337 f.Kr. 336 f.Kr. 335 f.Kr. - 334 f.Kr. - 333 f.Kr. 332 f.Kr. 331 f.Kr. 330 f.Kr. 329 f.Kr. 335 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. Árstal: 340 f.Kr. 339 f.Kr. 338 f.Kr. 337 f.Kr. 336 f.Kr. - 335 f.Kr. - 334 f.Kr. 333 f.Kr. 332 f.Kr. 331 f.Kr. 330 f.Kr. 336 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. Árstal: 341 f.Kr. 340 f.Kr. 339 f.Kr. 338 f.Kr. 337 f.Kr. - 336 f.Kr. - 335 f.Kr. 334 f.Kr. 333 f.Kr. 332 f.Kr. 331 f.Kr. 337 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. Árstal: 342 f.Kr. 341 f.Kr. 340 f.Kr. 339 f.Kr. 338 f.Kr. - 337 f.Kr. - 336 f.Kr. 335 f.Kr. 334 f.Kr. 333 f.Kr. 332 f.Kr. 338 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. Árstal: 343 f.Kr. 342 f.Kr. 341 f.Kr. 340 f.Kr. 339 f.Kr. - 338 f.Kr. - 337 f.Kr. 336 f.Kr. 335 f.Kr. 334 f.Kr. 333 f.Kr. 339 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. Árstal: 344 f.Kr. 343 f.Kr. 342 f.Kr. 341 f.Kr. 340 f.Kr. - 339 f.Kr. - 338 f.Kr. 337 f.Kr. 336 f.Kr. 335 f.Kr. 334 f.Kr. Agnez Mo. Agnes Monica Muljoto ("Agnez Mo") (fødd 1. juli 1986 í Jakarta) er ein Indonesiskur popp-songkvinna og sjónleikari. Hon fór undir lívsleið sína innan tónleikaheimin longu 6 ára gomul sum barnasangari. Hon útgav trý album sum barn og var vertur í fleiri sjónvarpssendingum. Hon hevur gjørt kontrakt við amerikanska plátufelagið The Cherry Party, ið Sony Music Entertainment eigur. Hennara fyrsta altjóða staklag, "Coke Bottle", varð útgivið í september 2013 og varð endurútgivið tíðliga í 2014 av Sony Music, saman við amerikonsku rapparunum Timbaland og T.I. Carly Rae Jepsen. Carly Rae Jepsen (fødd 21. november 1985 í Mission) er ein kanadisk songkvinna og sangskrivari. Gustavsberg. Gustavsberg er ein býur í Värmdö kommunu í Svøríki. Býurin, ið liggur 22 kilometrar eystan fyri miðbýin í Stockholm, hevur umleið 11 333 íbúgvar (2010). Älvdalen. Älvdalen er ein býur í Älvdalens kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 1810 íbúgvar (2010). Hova. Hova er ein býur í Gullspångs kommunu í Västra Götalands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 288 íbúgvar (2010). Býurin liggur umleið 20 km norðan fyri Töreboda og 30 km í ein landnyrðing av Mariestad. Marius Gad. Jakob Marius Elieser Kristian Gad (f. 8. apríl 1827 í Nes prestagarði á Nesi – d. 29. oktober 1902 í Keypmannahavn) var ein føroyskur-danskur búskaparfrøðingur og politikari. Marius Gad var sonur Jørgen Gad (1799-1879), ið var pestur á Nesi 1824-1832. Efter at hava tikið studentsprógv í Kolding í 1845 fór Marius undir at lesa stjórnarfrøði (statsvidenskabelige studier), men mátti avbróta lesnaðin meðan hann tók lut í 1. slesvigska krígnum, har hann varð útnevndur til sekondløjtnant i artillarínum (1850). Efter at hava tikið lesnaðin uppaftur gjørdist Marius Gad í 1854 cand.polit.. Hann gjørdi síðan voluntørtænastu í Krígsmálaráðnum í eina tíð og fekk seinni arbeiði í einum handislhúsi í Keypmannahavn. Í 1859 kom hann aftur í Krígsmálaráðið sum ’kancellist’. Eftir at han í 1863 varð útnevndur til premierløjtnant, bleiv han í 1864 skrivari hjá sjefinum fyri ’Armeens intendantur’ og í 1868 fulltrúi i Krígsmálaráðnum, inntil han 5. januar í 1878 varð útnevndur stjóri fyri Kongerigets statistiske Bureau, sum han stjórnaði inntil 1895, tá hann bleiv stjóri fyri ’Finansministeriets 2. Revisionsdepartement’. Í 1856 giftist hann Emilie Agnete Foss (9. november 1825 – 3. apríl‎ 1886), dóttur borgmeistaran Laurits Foss og Frederikke Agnete f. Smith. Marius Gad var í tíðarskeiðnum 1854-1879 lærari í búskaparfrøði og hagfrøði (statistikk) á ’Grüners Handelsakademi’, har hann gjørdist limur í, og seinni formaður fyri, ’Kontrolkomitéen’. Frá 1877 var hann próvdómari (censor) við ’den statsvidenskabelige eksamen’ og í 1887 varð hann útnevndur limur í nýstovnaða ’Jernbanerådet’, har hann sat til ráðið varð avtikið í 1893. Hann hevur eisini virkað sum hagfrøðiligur og búskaparfrøðiligur rithøvundur, lutvíst í ymsum tíðarritum og bløðum, lutvíst við eini lærubók í búskaparfrøði, sum kom út fyrstu ferð í 1859 og sum serliga gjørdist kend í Svøríki, og lutvíst við eini kappingarritgerð til professaraembætið í búskaparfrøði (statsøkonomi): "Om Forskjellen mellem direkte og indirekte Skatter" (1863) og loksins við teim sera væl skrivaðu ársritunum ”Fremstilling af Danmarks Statistik” (fyrstu ferð í 1859). Frá 1871 var hann limur í ’Landmandsbankens bankråd og delegation’. Marius Gad varð fyrstu ferð valdur í Fólkatingið í Fredericia valdømi í 1858 og umboðaði hetta valdømið í 18 ár. Í 1879 varð hann valdur í Fólkatingið í ’Keypmannahavnar 6 valdømi’ (Københavns 6. valgkreds), sum hann umboðaði til 1895, tá hansara politiska karriera endaði. Fólkatingið valdi hann til ríkisgrannskoðara (statsrevisor) í 1864-1865 og 1866-1872. Hann varð limur í tí stóra stjórnarflokkinum inntil stjórnarskipanarbroytingina í 1866, tá hann gjørdist formaður í ’Mellempartiet’, men tá hesin flokkur varð upploystur í 1876, fór hann upp í flokkin ’Højre’. Marius Gad bleiv Riddari av Dannebrog 1883, Dannebrogsmand 1888 og Kommandørur av 2. grad 1897 og bar m.a. eisini heiðursmerkið frá 'Nordstjerneordenen'. Neville Chamberlain. Arthur Neville Chamberlain (18. mars 1869 - 9. november 1940). Bretskur konservativur politikkari; forsætisráðharri árini 1937-1940. Chamberlain er ein av mest umstríddu bretsku politikkarum í 20. øld. Hetta kemst serliga av sonevnda "appeasement" politikkinum ("eftirlætispolitikkinum"), sum hann førdi mótvegis Adolf Hitler frammanundan seinna heimsbardaga. Chamberlain varð valdur í bretska parlamenti á valinum í 1918. Hann var heilsumálaráðharri 1923-29 og eitt stutt skifti í 1931 og hann var fíggjarmálaráðharri 1923-24 og 1931-37, tá hann tók við sum forsætisráharri, eftir at Stanley Baldwin hevði lagt frá sær. Tað, sum Chamberlain fyrst og fremst verður minstur fyri, er München-avtalan, sum hann gjørdi við Hitler í 1938. Avtalan bar í sær, at Hitler slapp at hertaka fyrst Sudeterlandið og seinni alt Tjekkoslovakia uttan uppílegging. Chamberlain legði frá sær sum forsætisráðharri 10. mai 1940 eftir at Noreg var fallið, og Winston Churchill kom í hansara stað. Chamberlain sat í kríggskabinettinum hjá Churchill, meðan hann hevði heilsuna. Chamberlain doyði av krabbameini eitt hálvt ár eftir, at hann hevði lagt frá sær, sum forsætisráðharri. Blaze Bayley. Blaze Bayley (føddur 29. mars 1963 í Birmingham, Ongland) er ein enskur sangskrivari, sangari og tónleikari. Hann byrjaði tónleikayrkisleið sína sum forsangari í Wolfsbane frá 1984 til 1994. Hann er best kendur frá tíðini sum forsangari í Iron Maiden frá 1994 til 1999 saman við Steve Harris, Dave Murray, Janick Gers og Nico McBrain. Síðan 2000 hevur hann framført og útgivið tónleik undir egnum navni. Imelda Marcos. Imelda Remedios Visitación Trinidad Romuáldez-Marcos (f.2. juli 1929 í Manila, Filipsoyggjar) er einkja eftir Ferdinand Marcos, fyrrverandi forseta á Filipsoyggjum. Áðrenn hon bleiv gift við Ferdinand Marcos var hon ein songkvinna og modell. Maður hennara varð ákærdur fyri at hava myrt Benigno Aquino, Jr., sum førdi til EDSA kollveltingina, sum førdi til at Ferdinand og Imelda Marcos máttu rýma av landinum. Eftir at Ferdinand var deyður, gav Corazon Aquino amnesti til Imeldu og familju hennara. Imelda Marcos hevur síðan verið aktiv í politikki, og varð vald í Umboðsmannahúsið fyri flokkin Leyte í 1995 og aftur í 2010 fyri Ilocos Norte. Hóast fleiri ákærur um korrupsjón, so hevur hon megnað at sloppi undan fongsulsdómi, og hetta hevur givið henni eyknevni Stál-summarfuglurin. Nea Salamis Famagusta FC. Nea Salamis Famagusta FC ella Nea Salamina Famagusta FC (á grikskum: Νέα Σαλαμίνα Αμμοχώστου) er eitt fótbóltsfelag, sum hevur heimstað í býnum Ammochostos (sum eisini er kendur við navninum Famagusta), á Kýpros. Felagið hevur verið í útlegd síðan 1974, tá Turkaland hertók norðara part av Kýpros, har Ammochostos liggur. Fótbóltsfelagið hevur síðan 1974 havt fyribils heimsstað á Larnaka. Bestu úrslitini hjá fótbóltsfelagnum Nea Salamis var sigurin í kýpriotisku steypakappingini og Cyprus FA Shield (Super Cup) í 1990. Besta plaseringin í kýpriotisku 1. deild er 3. pláss. Tey fyrstu fimm árini eftir stovnanina (1948–1953), luttók felagið í meistaraskapinum hjá Kýpros Amatør Fótbóltssambandinum. Í 1953 gjørdist felagið limur í Fótbóltssamband Kýpros, og luttók regluliga í landskappingum og steypakappingum. Felagið hevur spælt í minsta lagi 50 ferðir í landskappingini á Kýpros, og er nummar 7 av øllum feløgum ið luttaka har, tá hugt verður eftir árum sum spælt hevur verið í kýpriotisku 1. deild tilsamans. Felagið luttók fyri fyrstu ferð í evropeiskari fótbóltskapping í 1990, tá felagið luttók í UEFA Cup Winners' Cup 1990-91. Harumframt hevur felagið luttikið í UEFA Intertoto Cup í 1995, 1997 og 2000. Fótbóltsfelagið Nea Salamis Famagusta FC er partur av ítróttafelagnum Nea Salamina Famagusta, sum varð stovnað í 1948, móðurfelagið hevur eisini flogbóltslið fyri menn. Paul Di'Anno. Paul Di'Anno (føddur 17. mai 1958 í London, Onglandi) er ein enskur sangari. Hann byrjaði tónleikayrkisleið sína sum forsangari og er best kendur frá tíðini sum forsangari í Iron Maiden frá 1978 til 1981. Aðrir ið vóru aktivir limir í Iron Maiden tá vóru Steve Harris, Dave Murray, Dennis Stratton og Clive Burr. Eftir at hann gavst í Iron Maiden hevur hann útgivið fleiri album, bæði sum solistur og við orkestrum sum Gogmagog, Di'Anno's Battlezone, Praying Mantis, Killers og Rockfellas. Ion Țiriac. Ion Ioan Țiriac (føddur 9. mai 1939 í Brașov) er ein rumenskur tennisleikari og vinnulívsmaður. Í 2013 varð hann valdur í International Tennis Hall of Fame. Hann verður eisini nevndur 'Count Dracula' av tí at hann varð føddur í Transylvania. Í 1970 vann hann Roland Garros í tvímansleiki saman við Ilie Nastase. Teir vunnu á Arthur Ashe og Charlie Pasarell í finaluni 6–2, 6–4, 6–3. Hann var forseti í Rumensku Olympisku Nevndini frá 1998 til 2004. Hann hevur verið venjari fyri leikarar sum Goran Ivanišević, Marat Safin, Dinara Safina og Virginia Ruzici. Hann var venjari hjá Boris Becker frá 1985 til 1994. Hetta tíðarskeiðið vann týski tennisleikarin fimm Grand Slam kappingar. Eftir at hann var givin sum tennisleikari og venjari, gjørdist hann vinnulívsmaður. Í 1990 stovnaði hann fyrsta privata bankan í Rumenia eftir kommunistatíðina, Banca Țiriac. Í 2010 var hann ríkasti persónur í Rumenia, og 937. ríkasti í heiminum. 340 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. Árstal: 345 f.Kr. 344 f.Kr. 343 f.Kr. 342 f.Kr. 341 f.Kr. - 340 f.Kr. - 339 f.Kr. 338 f.Kr. 337 f.Kr. 336 f.Kr. 335 f.Kr. 341 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. Árstal: 346 f.Kr. 345 f.Kr. 344 f.Kr. 343 f.Kr. 342 f.Kr. - 341 f.Kr. - 340 f.Kr. 339 f.Kr. 338 f.Kr. 337 f.Kr. 336 f.Kr. 342 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. Árstal: 347 f.Kr. 346 f.Kr. 345 f.Kr. 344 f.Kr. 343 f.Kr. - 342 f.Kr. - 341 f.Kr. 340 f.Kr. 339 f.Kr. 338 f.Kr. 337 f.Kr. 343 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. Árstal: 348 f.Kr. 347 f.Kr. 346 f.Kr. 345 f.Kr. 344 f.Kr. - 343 f.Kr. - 342 f.Kr. 341 f.Kr. 340 f.Kr. 339 f.Kr. 338 f.Kr. 344 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. Árstal: 349 f.Kr. 348 f.Kr. 347 f.Kr. 346 f.Kr. 345 f.Kr. - 344 f.Kr. - 343 f.Kr. 342 f.Kr. 341 f.Kr. 340 f.Kr. 339 f.Kr. 345 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. Árstal: 350 f.Kr. 349 f.Kr. 348 f.Kr. 347 f.Kr. 346 f.Kr. - 345 f.Kr. - 344 f.Kr. 343 f.Kr. 342 f.Kr. 341 f.Kr. 340 f.Kr. Sven-Ingvars. Sven-Ingvars er ein svenskur tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1956. Eva Cassidy. Eva Marie Cassidy, fødd 2. februar 1963 í Washington, D.C., deyð 2. november 1996 í Bowie, Maryland, var ein amerikonsk songkvinna. Cassidy sang jazz, blues, fólkatónleik, gospel og popp, og hóast hon var dugnalig sum tónleikari, so var hon, meðan hon livdi fyrst og fremst kend í heimbýi sínum, Washington. Uttanfyri heimbýin gjørdist hon fyrst kend í Stórabretlandi, har ein radiostøð byrjaði at spæla hennara tónleik. Í 2001 náddi album hennara bretsku hittlistarnar og varð seld í milliónatali. Hon var sera smaðin og tordi illa at framføra fyri nógvum fólkum, tað er nokk ein av orsøkunum til, at hon ikki gjørdist víðakend fyrr enn eftir deyða hennara. Eva Cassidy gjørdist bert 33 ára gomul. Hon doyði av húðkrabba (malignt melanom). Shelley Duvall. Shelley Alexis Duvall (fødd 7. juli 1949) er ein amerikanskur sjónleikari. Hon er mest kend fyri at spæla leiklutin sum Wendy í "The Shining". Í 1977 spældi hon ein av høvuðsleiklutunum í "3 Women" ið honn vann heiðursløn fyri í Cannes sum besta sjónleikarinnan. Ray Walston. Herman Raymond "Ray" Walston (2. november 1914 - 1. januar 2001) var ein amerikanskur sjónleikari og skemtari. Hann er best kendur fyri at spæla høvuðsleiklutin í "My Favorite Martian". Hann spældi bæði á palli g í filmum og sjónvarpsrøðum, t.d. kann nevnast at hann spældi leiklutin sum Luther Billis ("South Pacific"), Mr. Applegate ("Damn Yankees"), J.J. Singleton ("The Sting"), Mr. Hand ("Fast Times at Ridgemont High"), Candy ("Of Mice and Men") og Judge Henry Bone ("Picket Fences"). Paul L. Smith. Paul Lawrence Smith (24. juni 1936 - 25. apríl 2012) var ein amerikanskur skemtari, sjónleikari og sangari. Hann spældi ofta leiklutin sum bandittur. Hansara kendatu leiklutir eru: Hamidou, tann óndi fongsulsvørðurin í "Midnight Express" (1978), Bluto í "Popeye" (1980), Gideon í "Masada" (1981), og Glossu Rabban í "Dune" (1984). Hann andaðist hin 25. apríl 2012 í Ra'anana, Ísrael. Orsøkin til hví hann doyði er ikki endaliga staðfest alment. Semitisk mál. Semitisk mál eru tungumál ið hoyra til semitisku greinina av afro-asiatisku málunum arábiskt (300 mió fólk) amhariskt (21,8 mió fólk) hebraiskt (7 mió fólk) aramæiskt (550.000 fólk). Navnið "semitiskt" er uppkallan eftir Sem (Shem), elsta syni Nóa í Bíbliuni Fleiri týdningar. Áleið søguliga útbreiðslan av semitisku tungumálunum Bochotnica. Bochotnica er ein býur í landsynnings Póllandi. Końskowola hevur 1 500 íbúgvar (2010). Býurin varð stovnaður í 14. øld og liggur millum Puławy og Lublin, tætt við Kazimierz Dolny við ánna Wisła. Býurin er høvuðsbýur í Puławy Kommunu og Lublin Voivodskab. Yohan Borðoy. Yohan Borðoy (føddur 6. juli 1988) er ein føroyskur fótbóltspælari, ið spælur við FF Giza/FC Hoyvík sum ein verjuleikari. Fótbóltsfeløg. Borðoy, Yohan Borðoy, Yohan System of a Down. System of a Down er ein armenskur/amerikanskur tónleikarbólkur, ið varð stovnaður í 1995 í Amerika. Toxicity (SOAD fløga). "Toxicity" er onnur fløgan hjá amerikanska bólkinum System of a Down, ið bleiv koyrd út í 2001. Will Smith. Willard Christopher "Will" Smith, Jr. (føddur 25. september 1968 í Philadelphia í Pennsylvania) er ein amerikanskur sjónleikari, producari, og rappari. Smith er giftur við Jada Pinkett Smith og er pápi Willow Smith og Jaden Smith. Í apríl 2007 hildu "Newsweek" at Smith var tann besti sjónleikarin í Hollywood. Eminem. Marshall Bruce Mathers III (føddur 17. oktobur 1972 í St. Joseph í Missouri, upvaksin í Detroit í Michigan) eisini kendur við listanavnunum Eminem ella Slim Shady, er ein amerikanskur rappari, tónleikproducari, sangskrivari og sjónleikari. KSIOlajidebt. Olajde Olatunji (føddur 19. juni 1993 í Watford í Hertfordshire) er ein enskur skemtari, rappari og youtubari, ið er kendur undir listanavninum KSIOlajidebt, men hann plagar eisini at blíva kallaður KSI. KSI hevur pr. november 2020, 22 milliónir haldarar og 5.4 milliardir sýningar av YouTube rás sínari. Seinna kanalin hjá honum, JJ Olatunji, hevur pr. november 2020, 12 milliónir haldarar og 2.3 millirdir vísningar. Randy Orton. Randall Keith "Randy" Orton (føddur 1. apríl 1980 í St. Louis í Missouri) er ein amerikanskur proffesionelur wrestlari, ið arbeiður fyri World Wrestling Entertainment, Inc. (WWE). Randy Orton er 12-ferð verðinsmeistari í WWE. Hann vann Royal Rumble dystin í 2009 og vann Money In The Bank dystin í 2013. Yaya Touré. Gnégnéri Yaya Touré (føddur 13. mai 1983 í Bouaké) er ein fótbóltleikari av Fílabeinsstrondini, sum spælur fyri Manchester City F.C. í Premier League, tað hevur hann gjørt síðan 2010, hann spælir eisini á A-landsliðnum hjá Fílabeinsstrondini, tað hevur hann gjørt síðan 2004. Yaya Touré er lítlibeiggi Kolo Touré og stóribeiggi Ibrahim Touré, ið doyði í juni í 2014. Shavo Odadjian. Shavarsh "Shavo" Odadjian (føddur 22. apríl 1974 í Yerevan í Armenia) er ein amerikanskur-Armenskur sangskrivari, gittarspælari, bassistur og DJ, ið spælur bass í Grammy Award-vinnandi bólkinum System of a Down. Shavo Odadjian hevur gjørt mest av tónleika videoløðunum hjá System of a Down. Serj Tankian. Serj Tankian (føddur 21. august 1967 í Libanon) er ein amerikanskur-armenskur sangskrivari, sangari, keyboardspælari og guitarspælari, ið singur fyri Grammy Award-vinnandi bólkin System of a Down. Sergio Ramos. Sergio Ramos í landsdysti fyri Spania í 2012 Sergio Ramos García (føddur 30. mars 1986 í Camas) er ein spanskur fótbóltsleikari, ið leikar við Real Madrid C.F. og Spanska fótbóltslandsliðnum. Daron Malakian. Daron Malakian (føddur 18. juli 1975) er ein amerikanskur-armenskur gittarleikari, ið leikar við bólkinum System of a Down. Hann leikar eisini gittar í Scars on Broadway við trummsláaranum frá System of a Down, John Dolmayan. Daron Malakian kláraði at lenda nr.30 á "Top 100 best metal guitarists". John Dolmayan. John Dolmayan (føddur 15. juli 1973 í Libanon) er ein amerikanskur/armenskur tónleikari, ið er trummusláari fyri bólkin System of a Down og eisini við hansara System of a Down vini, Daron Malakian, er hann við einum bólki sum eitur Scars on Broadway. Í 2006 bleiv John Dolmayan kosin sum ársins besti trummisláari. Trummuset. Trummisetti hjá John Dolmayan í 2007 The Undertaker. Mark William Calaway (føddur 24. mars 1965 í Houston í Texas) er ein amerikanskur wrestlari, ið brúkar listanavni Undertaker. Undertaker er 7-ferð heimsmeistari í WWE. Hann hevði eitt WrestleMania streak, sum endaði í 2014 til Brock Lesnar, metið var (Undertaker) 21-1 (WrestleMania). Hann er giftur við fyrra wrestlarindini Michelle McCool. GrindStop 2014 í Føroyum. Ein av húsvognunum hjá Sea Shepherd í Trongisvági í 2014. Tvey fólk í Sea Shepherd klæðum á Sandvíkarhjalla í Hoyvík. GrindStop 2014 er eitt átak ella aksjón, ið felagsskapurin Sea Shepherd Conservation Society hevði í Føroyum tíðarskeiðið juni til oktober 2014. Í hesum sambandi vóru fólk í stórum tali komin til Føroya fyri aktivt at mótmæla grindadrápi. Tey vóru í øllum oyggjum, har ið góðkendar hvalvágir eru. Fólkini vóru úr øllum heiminum. Sea Shepherd felagsskapurin væntaði, at umleið 600 sjálvboðin fóru at skiftast um at koma til Føroyar, meðan átakið vardi. Tey sjálvbodnu hildu eyga við, um ein grind skuldi nærkast landi, og um so var at tey fingu eyga á eina grind, so skuldu syrgja tey fyri at reka hana út aftur, áðrenn føroyingar uppdagaðu grindina, og annars royndu tey at gera alt ið tey kundu fyri at forða føroyingum í at drepa grindahvalir. GrindStop búmerkið. Ta fyrstu tíðina, tá Sea Shepherd fólkini komu til Føroya, gjørdist nógvir føroyingar illa við av búmerkinum, ið felagsskapurin hevði valt sær. Tey gingu í svørtum leðurjakkum við blóðdálkaðum føroyskum flaggi á rygginum, mitt í krossinum var ein skøltur, og mitt á pannuni á skøltinum vóru 2 grindahvalir umframt at tveir aðrir hvalir vóru teknaðir høgrumegin Merkið, omanfyri Merkið stóð "Sea Shepherd" skrivað við reyðum bókstavum, og niðanfyri stóð skrivað "GrindStop 2014". Nógv kjak stóðst av hesum í Føroyum, fleiri føroyingar vístu sína ónøgd, og føroysku fjølmiðlarnir gjørdu eisini vart við, at Merkið er vart við lóg frá 1959 við broytingum í 1998, har tað stendur greitt í grein 8, at eingin hevur loyvi til at gera seg inn á Merkið. Sitat úr lógini: "§ 8. Ongin má vanvirða flaggið hvørki í orðum ella gerðum. Tað er ólógligt at gera nýtslu av flagginum sum merki hjá einstøkum persónum, feløgum ella stovnum ella sum eyðkenni á atgongumerkjum ella á annan tílíkan hátt." Nakrir dagar seinni valdi Sea Shepherd at fara burtur frá hesum búmerkinum, í staðin gjørdu tey eitt nýtt, har ið tey høvdu valt Tindhólm við blóðigum sjógvi blandað saman við teirra vanliga búmerki. Átaksleiðarin av GrindStop 2014, Scott West, segði á einum tíðindafundi, stutt eftir at Sea Shepherd var komið til Føroya, at hann var klárur til at kasta seg á sjógv ímillum ein hval og ein knív, fyri at bjarga einum hvali. Ein 24-ára gamal danskur Sea Shepherd aktivistur, Lukas Erichsen úr Keypmannahavn, hevur somu áskoðan. Mótstøða frá kommunalum myndugleikum. Fleiri kommunur í Føroyum royndu aktivt at gera tað ringt hjá Sea Shepherd at vera í teirra kommunum, til dømis við at forða teimum í at sleppa á sjógv við bátum teirra, við at sperra bátadráttir í kommununi við stórum betongklossum. Tað gjørdi Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, men tað sama frættist úr t.d. kommunum úr Suðuroynni, aðrastaðni á Sandoynni og aðrastaðni í Føroyum. Brandur Sandoy segði eisini við in.fo, at hann eigur eitt summarhús á Sandi og at hann hevði fingið fyrispurning frá Sea Shepherd um at leiga summarhúsið Sandoynni, men tað noktaði hann teimum. Høvdu ætlanir um at mótmæla á ólavsøku á Tinghúsvøllinum. Her á Tinghúsvøllinum, har ið løgtingslimir, landsstýrisfólk, prestar, bispur og stóra ólavsøkusangkórið plaga at framføra, ætlaði Sea Shepherd og onnur at mótmæla grindadrápi. Sea Shepherd og aðrir felagsskapir høvdu ætlanir um at mótmæla grindadrápi á tjóðarhátíð føroyinga, ólavsøkudag, 29. juli, á Tinghúsvøllinum. Tey høvdu lýst við, at tey vildu skipa fyri einari stórari mótmælisgongu, og høvdu sent eina umsókn til Tórshavnar kommunu um loyvi til at mótmæla ólavsøkudag millum klokkan 11 og 14 frammanfyri Løgtingshúsinum. Hvørki løgreglan í Føroyum ella Tórshavnar kommuna vildu tó loyva hesum, tí tað fór at oyðileggja hátíðarløtuna á Tinghúsvøllinum. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, segði við in.fo, at tað als ikki kundi koma uppá tal, at útlendskir felagsskapir fóru at fáa loyvi til at koma til Føroya fyri at mótmæla sjálvan ólavsøkudag og mitt í býnum. Í staðin fingu felagsskapirnir loyvi til at mótmæla uppi í Hoyvík. Umframt Sea Shepherd høvdu tveir týskir felagsskapir, ProWal og WDSF, lagt ætlanir um at luttaka í mótmælinum móti grindadrápi. Tá tey ikki fingu loyvi til at mótmæla mitt í Havnini, valdu teir týsku felagsskapirnir at lata vera við at koma til Føroya. Chefinspektørurin hjá løgregluni í Føroyum, Peter Thaysen, segði við Jyllands-Posten, at tey høvdu fingið fleiri ákærur frá Sea Shepherd um føroyingar, ið provokeraðu tey, men at tað ikki hevði so nógv uppá seg, tað hevði ikki verið nakað mál um harðskap. Sea Shepherd hevði meldað okkur herverk, ið skuldi vera framt móti ognum teirra, t.d. søgdu tey, at dekkini á bilum teirra vóru skorin upp, at nummarplátur vóru stolnar og at rútar vóru brotnir, har ið tey búðu. Sea Shepherd rak eina grind til havs úr Haraldssundi. Livar Nysted útalaði seg um hendingina í Hvannasund 30. juli eydnaðist tað Sea Shepherd at forða einum grindadrápi, tá ein lítil grind var komin inn í sundið millum Kunoy og Borðoy og helt til beint við Hararldssund. Veðrið var ikki nakað serligt til grindarakstur tann dagin, og tað var langur vegur hjá bátum at fara úr Klaksvík og allan vegin norður um Kunoynna og síðan suður í sundið fyri at reka grindina til nærmastu hvalvág, ið var Hvannasund. Sýslumaðurin í Norðoyggjum gav boð um, at tað skuldi bíðast við at halda grindina til og bíða til veðrið væntandi bleiv betri dagin eftir. Ongin bátur var hjá grindini, ein bátur frá danska politinum kom á staðið men fór avstað aftur. Um middagstíð kom ein bátur frá Sea Shepherd á staðið, og løtu seinni rak hesin báturin grindina norður gjøgnum sundið og til havs. Dagin eftir meldaði sýslumaðurin í Norðoyggjum, Karl Johansen, Sea Shepherd til politiið fyri brot á grindakunngerðina. Karl Johansen segði við útvarpið hjá Kringvarpinum, at løgreglan onki kundi gera, tá ið báturin frá Sea Shepherd rak grindina til havs, tí at løgreglan ikki hevði nakran bát tøkan júst tá. Føroyski havrógvarin, Livar Nysted, sá tilburðin frá landi, meðan hann var til arbeiðis í haganum í Haraldssundi, og hann skrivaði í støðudagføring síni á Facebook tann dagin um hendingina. Vágaportalurin endurgav tað ið hann skrivaði við yvirskriftini "Ikki serliga stoltur av okkum føroyingum í dag". Hann varð seinni endurgivin á in.fo, sum eisini hevði eina samrøðu við hann við yvirskiftini "Livar: Sea Shepherd bukaði okkum upp á pláss." Livar Nysted segði, at hann helt ikki, at veðrið var so ringt um morgunin tann 30. juli og at grindin var har longu klokkan 8 um morgunin. Veðrið bleiv verri út á seinnapartin, men hann meinti, at føroyingar saktans kundu havt rikið grindina norður um Nakkan (Kunoyarnakka) og inn á Hvannasund, sum er góðkend hvalvág, áðrenn veðrið gjørdist ov ringt. Livar segði, at eftirsum ein lítil jolla hjá Sea Shepherd megnaði at koma fram til grindina um middagsleitið og reka hana til havs, so kundu størri motorbátar úr Klaksvík saktans havt klárað túrin úr Klaksvík til Haraldssund og norður aftur gjøgnum sundið. Í somu samrøðu segði Livar, at hann ikki var stoltur av, sitat: "at 48.000 føroyingar lótu seg kúga av umleið 70 hippiarum". Paul Watson fortaldi um hendingina við Haraldssund á fronsku heimasíðuni hjá Sea Shepherd Grindaboð í Hvalba. Strondin í Hvalba varð avsperrað av løgregluni fyri at forða fyri, at fólk frá Sea Shepherd órgógvaðu grindadrápið, sum tó ikki bleiv til nakað, tí grindin slapp. Ein bilur frá Sea Shepherd varð afturhildin av vanligum borgarum við Hvalbiartunnilin á syðru síðu. Umleið 200 bilar stóðu í kø fyri at sleppa suður ígjøgnum einsporaða Hvalbiartunnilin. 12. august 2014 kl. 14.35 var grindaboð í Suðuroy, eftir at skiparin á Smyrli hevði funnið eina grind við Skarvatanga og givið løgregluni boð um tað, Skarvatangi er millum Hvalba og Froðba. Í fyrstuni var tað óvist, hvaðar grindin skuldi rekast, annahvørt til Trongisvágs ella til Hvalbiar, grindin var tættari við Trongisvág, men steymurin var harður og gekk norðureftir nakað seinni. Sýslumaðurin og grindaformenninir í Suðuroy tóku tí avgerð um, at grindin skuldi rekast inn á Hvalba. Fleiri bátar sigldu út til grindina, og grindamenn úr allari oynni fóru til Hvalbiar og stóðu klárir á strondini har. Hetta grindadrápið hevði verðið tað fyrsta í Føroyum, síðan Sea Shepherd kom til Føroya við GrindStop átakinum, so stórur spenningur var um, hvørt tey fóru at blanda seg í drápið, eins og tey høvdu lovað. Løgreglan, ið hevði fingið hjálp úr Danmark, kom úr Havnini við tyrlu og sperraði alt økið kring strondina í Hvalba. Bert royndir grindamenn fingu loyvi til at koma oman á strondina. Nøkur Sea Shepherd fólk náddu til Hvalbiar, men tey vórðu støðgað av politinum og sluppu ikki oman á strondina. Nøkur Sea Shepherd fólk, ið ætlaðu sær til Hvalbiar, yvirhálaðu ta longu køina, ið var sunnanfyri tunnilin, áðrenn grindin slapp, men hesi vóru afturhildin av vanligum borgarum, ið sperraðu bilin hjá teimum inni. Ferðsluproppur var komin í orsakað av, at nógvir bilar koyrdu gjøgnum einsporaða tunnilin, m.a. kom ein bussur frá Bygdaleiðum suður gjøgnum tunnilin, samstundis sum nógvir bilar vóru á veg norður gjøgnum tunnilin orsakað av grindini. Tað endaði við, at grindin slapp og at tað tískil ikki bleiv nakað grindadráp. Veðrið var ikki til vildar, rættiliga nógvur vindur var og harður streymur, og grindin kavaði illa og at enda fingu grindamenninir á bátunum ikki eyga á hana aftur. Avsperringin varð tikin niður aftur og tey nógvu fólkini, ið vóru komin til Hvalbiar í grind ella fyri at eygleiða, fóru heimaftur, og bilkøin úr Hvalba gjørdist sera long, tí allir bilarnir skuldu ígjøgnum smala tunnilin aftur. Umleið 200 bilar stóðu í kø, men alt spældi tó væl av, løgreglumenn hjálptu við til at leiða ferðsluna gjøgnum tunnilin. Áðrenn grindaboðini í Hvalba 12. august høvdu fólk kjakast nógv um tað, at Sea Shepherd var í Føroyum, og at onki grindadráp hevði verið, meðan tey vóru í Føroyum. Spenningur hevði eisini verið um, hvørt løgreglan var til reiðar at forða Sea Shepherd í at órógva grindadrápi í Føroyum og at verja Sea Shepherd fólkini frá at koma til skaða undir einum grindadrápi. Dagin eftir segði Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroynni, at løgreglan hevði víst, at hon var klár og meðnaði uppgávuna. Teitur Gestsson. Teitur M. Gestsson (føddur 19. august 1992) er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið spælur sum málverji fyri Havnar Bóltfelag í 1. deild og á A-landsliðinum hjá Føroyum. Andrew av Fløtum. Andrew av Fløtum (føddur 13. juni 1979 í Tórshavn) er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið spælur við Havnar Bóltfelag sum ein álopsleikari. Síðan 2001 hevur Andrew eisini spælt á A-landsliðinum hjá Føroyum. Cesar Romero. Cesar Julio Romero, Jr. (15. februar 1907 – 1. januar 1994) er ein amerikanskur skemtari, sjónleikari og sangari. Hann var aktivur innan sjónvarp og radio í umleið 60 ár. Hann er eitt nú kendur fyri at spæla leiklutin sum The Joker í Batman sjónvarpsrøðini. Burgess Meredith. Oliver Burgess Meredith (16. november 1907 – 9. september 1997) var ein amerikanskur sjónleikari og leikstjóri í teatri, á filmi og innan sjónvarp. Hann er eitt nú kendur fyri at spæla The Penguin í "Batman" og boksaravenjaran Mickey Goldmill í filmrøðini Rocky. Frank Gorshin. Fraklin John "Frank" Gorshin, Jr. (5. apríl 1933 – 17. mai 2005) var ein amerikanskur sjónleikari og skemtari. Hann er eitt nú kendur fyri at spæla leiklutin sum "The Riddler" í Batman sjónvarpsrøðini. Eartha Kitt. Eartha Mae Kitt (17. januar 1927 – 25. desember 2008) var ein amerikanskur skemtari, sjónleikari og sangari, sum m.a. var kend fyri sín sermerkta sangstíl og fyri sangin "C'est Si Bon" frá 1953 og uppruna útgávuna av kenda jólasanginum "Santa Baby", frá 1953. Báðir sangirnir náddu amerikanska Top 10 hitlistan. David de Gea. David De Gea í 2013 David de Gea Quintana, føddur 7. november 1990 í Madrid er ein spanskur fótbóltsleikari, ið spælur við enska Premier League felagnum Manchester United F.C. og A-landsliðinum hjá Spania sum málverji. Hann byrjaði sína fótbóltsyrkisleið í spanska La Liga felagnum Atlético Madrid, fyrst á næstbesta liðnum og so á besta liðnum. Hann skifti til Manchester United í 2011. Plastnoist. Plastnoist var ein føroyskur rokkbólkur, sum varð stovnaður umleið 1988 av brøðrunum Kaj Klein og Karl Anton Klein. Fredrika. Fredrika er ein býur í Åsele kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 215 íbúgvar (2010). Joan Rivers. Joan Alexandra Rosenberg (née Molinsky; 8. juni, 1933 – 4. september, 2014) var ein amerikanskur sjónleikari, skemtari, rithøvundur og sjónvarpsvertur. Hon var best kend sum "stand-up" skemtari, fyri at vera ein av teimum ið hýstu E! mótasýningina "Fashion Police", og fyri at spæla við í reality sjónvarpsrøðunum Joan & Melissa: Joan Knows Best? saman við dóttrini, Melissa Rivers. Svimjisamband Føroya. Svimjisamband Føroya er eitt sersamband fyri svimjifeløg í Føroyum og er limur í ÍSF. Svimjisamband Føroya varð stovnað í 1980. Nevndin. Rókur í Jákupsstovu, næstformaður í Svimjisambandi Føroya Limafeløg. Susvim (Suðuroyar Svimjifelag) er eitt av limafeløgunum í Svimjisambandi Føroya Lars Ulrich. Lars Ulrich (føddur 26. desember 1963 í Gentofte) er ein danskur tónleikari, ið spælir á trummur í bólkinum Metallica, ið hann var við til at skapa saman við sangaranum James Hetfield. Metallica. Metallica er ein amerikanskur bólkur, ið byrjaði í 1981 (í Los Angeles í Kalifornia) og leikar enn í dag. Bólkurin hevur fýra limir: James Hetfield (sangur og gittar), Kirk Hammett (gittar), Robert Trujillo (bass) og Lars Ulrich (trummur). Metallica hava givið níggju album, níggju Grammies, 26 musikvideo og 37 singlar út síðan bólkurin byrjaði. Teirra album Metallica, ið eisini er kent sum "Black Album" hevur selt yvir 20 milliónir og er vátta 16x platinum av Recording Industry Association of America (RIAA) í 13. December, 2012. Byrjanin, Kill 'Em All (1981-83). Metallica byrjaði í Los Angeles, Kalifornia í 1981, tá ið Lars Ulrich koyrdi eina lýsing í blaðið "The Recycler", ið las: "Drummer looking for other metal musicians to jam with Tygers of Pan Tang, Diamond Head and Iron Maiden." ("Trummuspælari, ið leitar eftir aðrir metal tónleikarir at spæla Tygers of Pan Tang, Diamond Head og Iron Maiden saman við") James Hetfield svaraði lýsingina við at ringa til Lars. James var ógvuliga smæðin tá hann var ungur, og mátti fáa eitt skump frá vinmannin Hugh Tanner. Aftaná Lars og James høvdu spælt saman, sóu teir møguleikar. Teir fóru at taka ein sang upp til Metal Massacre hjá Metal Blade Records. Teir fingu vinin, Ron McGovney at spæla bass, og Dave Mustaine (nú Megadeth) á gittar. Sangurin fekk nóg nógva uppmerking til at spæla teirra fyrsta framførslu í 1982. Lars fekk Ron Quintana at finna uppá nøvn til teir. Til endans kundi hann velja ímillum MetalMania og Metallica, har hann valdi tað seinna. Metallica var enduliga stovna. James og Lars vóru ónøgdir við Ron McGovney, og ætlaðu at skifta hann út. Á ein túr í Whisky A Go Go, ein bar í Hollywood, hoyrdu teir Cliff Burton spæla. Báðir James og Lars elskaðu tað ljóði Cliff fekk sín bass at gera. Teir fóru upp til hann og prátaðu um hann vildi vera við í bólk teirra. Cliff var við uppá tað, men hann vildi hava teir at flytta til San Francisco. Cliff Burton kom uppí Metallica, og teir fluttu. Tá vóru teir klárir at geva eitt album út, tó funnu teir útav at teir ikki høvdu nóg nógvan pening til at upptaka tað. Megaforce Records góvu teimun møguleikan at taka fløguna upp. Tá teir skuldu byrja at taka upp, blakaðu teir Dave Mustaine út úr bólkinum vegna hansara alkahol misnýtslu, ið seinni leiddi til ein beiskan Dave seinni í árini. Hann dámdi ikki Kirk Hammet, tí hann helt hann stjala sítt pláss. Sama dag fingu teir Kirk Hammet at taka yvir. Kirk fekk boð tá hann bleiv ringdir upp, meðan hann sat á vesi 1. Apríl og helt tað var aprílsnar, men kom kortini. Teir vóru klárir at gera fløguna uttan fleiri trupulleikar. Tá teir vóru lidnir, máttu teir komu upp við navn til fløguna. Teir høvdu avtalt at fløgan skuldi eita "Metal Up Your Ass", men tað hildu Megaforce Records ikki teir kundu geva út og Cliff svaraði skemtiliga "Kill 'em all" til Megaforce, tí teir ikki vildi geva eitt óhóskandi navn út. Á henda hátt kom navnið á fyrstu fløguna hjá Metallica. Saman við Raven byrjaðu teir ein tour, ið æt "Kill 'Em All for One". Ride the Lightning, Master of Puppets (1984-1986). Í byrjanin av 1984 koyrdu Metallica runt í Holland saman við bólkinum Venom. Seinni á árinum gjørdu teir fløguna "Ride the Lightning." Fløgan var tikkin upp í Sweet Silence Studios í Danmark og bleiv koyrd út Augustmánaðin, 1984 og rakti nr. 100 á "Billboard 200". Í Septemburmánaðin sá stjórin á Elektra Records, Michael Alago, Metallica spæla. Hetta vakti undran hjá honum, ið leiddi til Metallica blivu skrivdir til Elektra. Bólkurin byrjaði at vaksa skjótt og teir byrjaðu eisini sítt fyrsta tour í Evropa og fóru so aftur til Amerika fyri ein annan tour saman við W.A.S.P. og í 1985 spældi teir eina stóra konsert, Monsters of Rock, saman við Bon Jovi og Ratt, í Ongland, har ið 70.000 fólk komu at lurta. Triðja fløguna hjá Metallica, Master of Puppets, ið eisini var tikkin upp í Sweet Silence Studios í Danmark, var koyrd út í 1986. Tað var kalt í rúminum, teir spældi fløguna inn, ið mangt annað gav trummirnar eitt annað ljóð. Fløgan er ofta tosa um sum bestu fløguna hjá Metallica. Seinni á árinum 1986 koyrdu Metallica í ein bus í Svøríki í samanhang við teirra 'Damage Inc.' tour. Í bussinum spældu Kirk og Cliff kort um hvør fekk ovara song, har Cliff vann. Tíðverri koyrdi bussurin útav vegnum og Cliff var sendur úr vindeyga og undir bussin, ið kom dettandi aftaná. Fólkini við bussin royndu at fáa bussin av honum við kranabil, men tó mistu teir bussin, ið lendi á Cliff enn einaferð og hann doyði á staðnum.Metallica Logo Lýðveldið Karelia. Lýðveldið Karelia'", (Russiskt: Респубилка Карелия ("Respublika Karelija"), Karelskt: "Karjalan tazavaldu", Finskt: "Karjalan tasavalta", Vespiskt: "Karjalan tazovaldkund") er eitt russiskt lýðveldi (republikk) í útnyrðings Russlandi. Karelia er eitt sokallað autonomt lýðveldi í Russiska sambandsríkinum. Lýðveldið Karelia er tann eystari parturin av søguliga landslagnum Karelia (Karelen), og verður stundum kallað Eystur-Karelia (Östkarelen). Richard Kiel. Richard Dawson Kiel (13. september, 1939 - 10. september, 2014) var ein amerikanskur sjónleikari og skemtari, best kendur fyri sín leiklut sum "Jaws" í fleiri James Bond filmum. Marlon Brando. Marlon Brando (føddur 3. apríl 1924 í Omaha í Nebraska - deyður 1. juli 2004 í Los Angeles í Kalifornia) var ein amerikanskur sjónleikari. Marianne Clausen. Marianne Clausen (fødd 1947, deyð 17. september 2014) var ein danskur tónleikafrøðingur og kórleiðari. Hon er best kend fyri sítt granskingararbeiði í føroyskum siðbundnum tónleiki. Arbeiði hennara fevndi um niðurskriving av upptøkum av kingosangi, kvæðum, vísum og skjaldrum. Hon gav út sítt lívsverk, sum kom í fýra bókum frá 2003 til 2012. Hon varð heiðra í Føroyum fyri hetta arbeiði, hon fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 2003 og Heiðursgávu landsins í 2012. Hon hevur eisini gjørt munagott arbeiði við at niðurskriva løgini eftir Regin Dahl. Marianne stjórnaði føroyska kórinum í Keypmannahavn, Húsakórið, í fleiri ár. Stálormur. Stálormar (latín "Anguis fragilis") eru ikki rættiligar slangur, men eðlur. Sum tær eru mentar, hava summar eðlur, eitt nú stálormurin, mist útlimirnar. Teir verða nevndir so, tí kroppurin skyggir sum stál. Teir eru mest í kjarri og á viðaveingi í Evropa, í Útsynningsasia og í Norðurafrika. Teir taka eiturkoppar, sniglar og skordýr. Stálormur verður einar 50 cm langur. Teir verpa ikki sum flestar aðrar eðlur, men leggja livandi, fullbúnar ungar. Krossfiskar. Krossfiskar (frøðiheiti "Asteroidea") eta sjósniglar, skeljar, sjósvampar, koralldýr og onnur dýr. Teir nýta súgskálirnar á undirborðinum á ørmunum, tá ið teir flyta seg. Tindar eru á kroppinum og ørmunum. Á havsbotni liva krossfiskar, slangukrossfiskar og aðrar tindahúðir í hópatali. Krossfiskar verða úr 8 cm og upp í 1 m. í tvørmát. Krossfiskar hava vanliga fimm armar. Igulker líkjast krossfiskum, ið hava lagt armarnar upp og saman ímóti miðjuni, so tey eru rundvaksin. Krossfiskar hava smáar, rundaðar nabbar og kálkplátur í húðini. Krossfiskar eta t.d. skelja- og koralldýr. Bæði krossfiskar og igulker skríða á smáum súgfótum. Súgføturnir hava samband við vatnræsaskipan, ið pumpar vatn út í súgføturnar, tey seta út ígjøgnum smá hol í kálkskelini. Súgføturnir verða styttri ella longri, sum trýstið í teimum er. Igulker kunnu tí taka seg upp eftir steyrrøttum klettum, og krossfiskur fær við súgskálunum togað skeljarnar á skeljadýri sundir og etið tað. Flestir partar á krossfiski vaksa út aftur og serliga armarnir. Missir hann ein arm, er hann vaksin út aftur eftir tveimum vikum. Í miðjun undirborðinum eru munnurin og magin á krossfiskinum, og gotið er omaná. Nervalagið, meltingarleiðin og vatnræsaskipanin greina seg út í allar armarnar. Vanligi krossfiskurin togar við súgfótunum á ørmunum skeljarnar sundur. Tá ið skeljadýrið maktast, noyðist tað at gapa. So smoyggir krossfiskurin magan inn ímillum skeljarnar og letur sodningarvætu í tað, og sýgur tað bleyta dýrið í seg. Krossfiskur etur m.a. skeljadýr, og hann nýtir súgføturnar at opna skeljarnar. So trýstir hann magan inn ígjøgnum opið og etur fongin. Valdstríbýti. Sambært læru um tríbýti av valdinum er tað so, at lóggevandi, útinnandi og dømandi virka atskilt fyri at sleppa undan valdsmisnýtslu. Teir tríggir stovnarnir, sum býta valdið í landinum – lóggevandi-, útinnandi- og dømandi valdið – skulu ansa eftir hvør øðrum og tryggja eina javnvág (checks and balances á enskum). Charles de Montesquieu legði tað fram fyri meira enn hálvt triðja hundrað árum síðan, helst íblástur av tankagóðsinum hjá Platon og næmingi hansara Aristoteles. Kendi fraklendingurin tvíhelt ikki um hetta tríbýtið, var tørvur á fleiri vøldum, eitt nú at fíggjargeiri og tjóðbanki gjørdust eitt vald, so var tað ein møguleiki hjá teimum, sum hildu seg hava tørv á hesum. So kjølfestur er hesin hugburðurin um tríbýtið av valdinum kortini vorðin, at hann er grundfestur í flestu stjórnarskráum á okkara leiðum. Býtið ímillum tað lóggevandi-, útinnandi- og dømandi valdið í samfelagnum. Hjá Aristoteles er tað góða samfelagið eisini ein blanding av fámannaræði og fólkaræði. Hesa stýrisskipan nevnir hann politeia, sum merkir forfatning, stjórnarskipan ella konstitutión. Politeia stendur fyri tað ”góða” meirilutastýrið, blandað við pørtum av fámannaræði og stýri undir lógini. Politeia er tað stýrisskipanarslagið, har fólkið stýrir til felags gagn. Ein slík blandingsstýrisskipan skapar eina valdsjavnvág. Heimastýrislógin skilir sundur málsøkini viðvíkjandi Føroyum í sermál, har Løgtingið hevur lóggevandi og Landsstýrið útinnandi valdið, og felagsmál, sum vera fyrisitin av ríkismyndugleikunum. Millum annað er umhvørvi og samferðsluviðurskifti sermál, meðan til dømis løgregla, ákærumyndugleiki og rættargangs- og revsilóg eru felagsmál. Stýrisskipanarlógin ásetir innanhýsis valdsbýtið í Føroyum. Nevndin vísir á, at skipanin í okkara grannalondum við tríbýti av valdinum millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið ikki er galdandi í Føroyum. Dømandi valdið er hjá dómstólum ríkisins. Hetta er felagsmál, sum heimastýrið ikki hevur yvirtikið, og løgting og landsstýri hava onga ávirkan á dømandi valdið. Lóggevandi og útinnandi valdið er hjá løgtinginum. Tó hevur landsstýrið stóran part av fyrisitingini um hendi, men tað má geva seg undir løgtingsins avgerðir og hevur ikki endaligt fyrisitingarligt vald. ES-Parlamentið. Í ES-parlamentinum eru 751 limir. ES-Parlamentið ella Evropa-tingið er einasti stovnur í ES, sum hevur beinleiðis mandat frá borgarunum. Teir 751 limirnir eru býttir sundur í sjey bólkar ella “flokkar”. Parlamentið umboðar fólkið í ES. Parlamentið skal umrøða, góðkenna og evt. broyta uppskotini frá Kommissiónini: uppskotini frá Kommissiónini fara fyrst til Parlamentið, har tey antin verða vrakað, góðtikin ella broytt. Eins og í Løgtinginum verða uppskot beind í ymiskar nevndir. Verða uppskotini ikki vrakað, fara tey síðani víðari til ES-Ráðið, sum eisini skal góðkenna tey. Harumframt velur Parlamentið kommissiónsformannin og skal góðkenna alla Kommissiónina. Parlamentið hevur sostatt beinleiðis ávirkan – og tey smáu londini eru greitt yvirumboðað. Øll limalond fáa í minsta lagi seks limir, og jú fleiri fólk búgva í einum landi, jú færri limir fær landið fyri hvønn íbúgva. Høvdu Føroyar verið sjálvstøðugur ES-limur, høvdu vit í 2014 havt krav um seks tinglimir. ES-Kommissiónin. ES-Kommissiónin ella Evropakommissiónin kann kallast “stjórnin” í ES. Hon umboðar ES yvirskipað, og skal ikki taka tjóðskaparlig atlit. Teir 27 kommisserarnir eru ikki valdir, men útnevndir av limalondunum. Tað er í ES-kommissiónini, at ES-lóggávan byrjar. Hetta er tann valdsmesti og størsti stovnurin við 25.000 fólkum í starvi. Kommissiónin hevur initiativrættin - tað merkir, at bara hon hevur rætt at seta fram uppskot um nýggja ES-lóggávu. Síðani skal henda lóggáva góðkennast og tillagast av Evropatinginum og ES-Ráðnum. Hvørt land hevur sín kommisser, og áðrenn eitt uppskot verður sent til Ráðið og Tingið, skal meirilutin av teimum 27 kommisserunum siga gott fyri tí. Kommiserarnir eiga ikki at umboða sítt egna limaland, men arbeiða fyri alt ES sum heild, og tí átti tað í prinsippinum ikki at gjørt nakran um, um eitt land sleppur at velja ein kommisser ella ikki. Kommiserarnir eiga ikki at umboða sítt egna limaland, men arbeiða fyri alt ES sum heild, og tí átti tað í prinsippinum ikki at gjørt nakran um, um eitt land sleppur at velja ein kommisser ella ikki. Tá stjórnin í einum landi hevur útnevnt ein persón, so kemst neyvan uttan um, at hetta ávirkar loyalitetin hjá viðkomandi. Tann sannroynd, at øll kenna best til viðurskiftini í egnum landi, hevur eisini týdning. Og at kommisserar ofta eru virknir politikarar, sum eisini ætla sær eina politiska yrkisleið í heimlandinum tá tíðin í Kommissiónini er av (sum t.d. danski kommisserurin Ritt Bjerregaard er dømi um), ger helst eisini, at heimlandið mangan er frammarlaga í huganum. Í 2014 verður talið á kommisserum eftir ætlan lækkað, so bert 2/3 av londunum hava egnan kommisser í senn. Tað kann broyta støðuna. Fyri tað fyrsta fær hvør kommisserur tá størri ábyrgd, størri fokus verður á hvønn einstakan – og limalond, sum ikki eru umboðað beinleiðis í Kommissiónini, fara helst at vera meira kritisk mótvegis kommisserum, sum eru undir illgruna um at taka tjóðskaparlig áhugamál fram um heildina. ES-Ráðið. ES-Ráðið ella Ráðharraráðið (enskt: "Council of the European Union" ella "Council of Ministers") er eitt samstarvsráð fyri ES. Tað er í ES-Ráðnum, at áhugamálini hjá limalondunum skulu røkjast, og tí er tað eisini her, at fyrimunirnir við egnum limaskapi mugu metast at vera størst. Limir í ES-Ráðnum eru stjórnirnar í limalondunum, sum verða umboðaðar av ymiskum ráðharrum – alt eftir, hvørji mál eru til viðgerðar. Eru tað umhvørvismál, møta teir 27 umhvørvisráðharrarnir osfr. Limalondini skiftast um at hava leiðsluna av ES-Ráðnum í 6 mánaðir í senn. Hetta verður ofta nevnt at hava “formansskapin í ES”. Einki uppskot frá Kommissiónini kann fáa gildi uttan so, at ES-Ráðið hevur góðkent tað. Tilsamans 345 atkvøður eru í ES-ráðnum. Tey størstu londini hava 27 atkvøður í part, og síðani lækkar talið. Malta hevur tríggjar atkvøður. Danmark hevur sjey. Í ES-Ráðnum hava tey smáu londini lutfalsliga meiri vald enn tey smáu, men hetta verður sambært Lissabon-sáttmálanum eitt sindur javnari í 2014 tí tá skulu tey, sum atkvøða fyri, umboða minst 65 % av fólkinum í ES um eitt mál skal verða samtykt. Tað verður altso ikki nóg mikið at hava meirilutan av atkvøðunum - hesar atkvøður skulu eisini umboða meirilutan av fólkinum. Stinkdýr. Stinkdýr ella skunkar (frøðiheiti "Mephitidae") leita sær føði um náttina og eru serliga virkin tíðliga á morgni og í skýmingini. Tey verða tald upp í márarnar, ið eru í Norðuramerika og Evrásia. Stinkdýr halda til í skógum í USA og Kanada. Trý høvuðssløg eru: Rondut stinkdýr (frøðiheiti "Spilogale"), Flekkut stinkdýr ("Mephitis mephitis") og Nasastinkdýr ("Conepatus"). Stinkdýr hava svørtu og hvítu litsetingina sum grevlingarnir, men tey hava lagan ývnan hala. Tey grava sær holur, men t.d. flekkuta stinkdýrið fær eisini klivið í trøum. Á kroppinum eru stinkkertlar, ið lata úr sær stinkflot, kennir stinkdýrið seg hótt. Áðrenn dýrið sprænir, trampar tað í jørðina at ávara. Dýrið er tiltikið at spræna stinkflot úr eitlum undir halanum eftir fíggindum. Fær dýr hetta flot í eyguni, verður tað blindað góða løtu. Stinkdýr dugir sera væl at miða, so tú mást ansa tær, um tú ert minni enn tríggjar metrar burtur frá stinkdýrinum. Fólk kunnu lukta ræðuliga luktin ein kilometer burturi. 13 stinkdýrasløg eru í Norður- og Suðuramerika. Tey eta smádýr, fruktir og egg. Eyðkenda svarta og hvíta litsetingin á ronduta stinkdýrinum ávarar onnur dýr at koma ov nær. Flokking. Trý høvuðssløg og 13 stinkdýrasløg eru. Djóraverndarfelagið. Djóraverndarfelagið (stytt DVF) er ein føroyskur djóraverndarfelagsskapur. Djóraverndarfelagið arbeiðir fyri at betra umstøðurnar hjá djórum í Føroyum. Arbeiðið í Djóraverndarfelagnum er sjálvboðið og ólønt. Limatalið er uml. 300. Felagið varð stovnað í 1975. Iberianes. Iberianes ella Iberiahálvoyggin er eitt stórt nes á útsynningshorninum í Suðurevropa: Spania, Portugal, Andorra og Gibraltar eru londini á Iberianesi. Pyrineafjøll eru mark norðureftir ímóti Evropa, og Gibraltarsund er mark ímillum Iberianes og Marokko í Norðurafrika. Í øldir ráddu mórar, muslimskt fólk úr Norðurafrika, her, og tað vórðu teir, sum høvdu appilsintræið við sær higar. Í Spania og Portugal er heitt miðjarðarhavsveðurlag, og í báðum londum hevur ferðavinnan stóran búskaparligan týdning. Bæði londini hava stóran fiskiflota og eru ímillum størstu fiskivinnutjóðir í ES. Sum grannalond á Iberianesi hava Portugal og Spania havt mangt í felag. Miðskeiðis í 16. øld vóru Spania og Portugal mætastu lond í Evropa. Bæði høvdu sent rannsóknarlið til fremmand lond og lagt undir seg hjálond í Amerika, Ásia, Afrika og Karibia. Elstu sagnir siga nógv frá fremmandum niðursetufólki og hertøkum. Um ár 1000 f.Kr. bygdu fønikar, grikkar og kartagar handilsbýir á Iberianesi. Fyrst hersettu rómverjar, síðan germanskir vesturgotar bæði londini. Hispania er rómverska heitið fyri Iberia. Í árinum 201 f.Kr. legði Rómverjaríki bæði Spania og Portugal undir seg. Rómverjar kallaðu landspartin Hispania, og latín var almenna málið. Teir gjørdu eisini stórar vatnveitingar til býirnar. Rómversku keisararnir Trajan og Hadrian vóru føddir í Hispania. Í ár 711 tóku muslimskir mórar, ein arábisk tjóð í Afrika, alt økið. Seinast í 15. øld høvdu londini at enda vunnið á mórum, og bæði londini kappaðust sínámillum um at menna hvørt sítt ríki. Frá 1580 og í 60 ár var Portugal undir sponskum ræði, men fekk so sjálræði. Í Napoleonsbardøgunum vóru londini hvørt í sínum parti. Í nýggjari tíð hava bæði londini havt einræðisstjórnir, men miðskeiðis í 1970-árunum varð fólkaræði sett á stovn. Stórur partur av Iberianesi er víður háslætti, nevndur "Meseta". Har er næstan eingin skógur. Um summarið er so heitt, at næstan allar áir eru turrar. Um veturin fellur hitin ofta niður um frostmarkið, og kavaroksódnir eru ikki óvanligar. Avfallið á háslættanum er so lítið, at bøndurnir mega veita vatn á dyrkilendi. Heimadýr. Heimadýr eru spøk dýr, sum vit hava at stytta okkum stundir við. Menniskjur aldu fyrstu dýrini fyri uml. 12.000 árum síðan at fáa kjøt og mjólk, men heimadýr hava vit bara havt í eini 4-5000 ár. Um 2000 f.Kr. tamdu egyptarnir bæði kettur og hyenur. Teir tamdu leyvur og høvdu tær sum heimadýr. Vanligastu heimadýrini eru nú hundur og ketta. Súgdýr eru ófør at hava sum heimadýr. Tey eru alskin og trúgv. Serliga virðismikil heimadýr verða ald, tí undan teimum fæst tað besta slagið. Næstan øll dýr kunnu vera heimadýr, eru tey í búri, men tey óvanligu heimadýrini mugu hava serliga røkt, og tann, ið eigur, má vita, hvussu ið hesi dýr liva vill. Ofta krevst serligt loyvi at hava tey. Kanariufuglar eru vældámd heimadýr, tí teir láta so fagurliga. Pappageykar, beostarar og aðrir búrfuglar kunnu læra at herma eftir fólki. Ein afrikanskur gráur pappageykur var tann fuglur í heiminum, ið best dugdi at herma, han dugdi fleiri enn 800 orð. Stromae. Paul Van Haver (føddur 12. mars 1985), betri kendur fyri sítt kunstnaranavn Stromae er ein belgiskur "singer-songwriter". Hann hevur gjørt bæði popp og elektro tónleik. Hann gjørdist kendur, tá ið hann kom út við sanginum "Alors on danse", ið varð nummar eitt á topplistunum í nógvum londum í Evropa. Ludo (filmur). Ludo er ein føroyskur spælifilmur uppá 71 minuttir. Tað er Katrin Ottarsdóttir, ið hevur skrivað leikhandritið og leikstjórnað filmin. Filmurin varð fyrstu ferð sýndur hin 11. september 2014 í Norðurlandahúsinum í Havn. Tað eru tríggir høvuðsleikarar í filminum, mamman, pápin og dóttirin. Lea Blaaberg spælir dóttrina, Hildigunn Eyðfinsdóttir spælir mammuna og Hjálmar Dam spælir pápan. Harafturat eru tveir hjáleiklutir, læknin og kona læknan, Bárður Persson spælir leiklutin sum læknin, meðan Gunnvá Zachariasen spælir leiklutin sum kona læknan. Edvard Fuglø stóð fyri pallsniðinum, Jón Mc Birnie stóð fyri ljóðinum, Hugin Eide stóð fyri framleiðsluni av filminum. Upprunafólk í Norður- og Suðuramerika. Upprunafólk í Norður- og Suðuramerika. Upprunafólkini í Norður- og Suðuramerika eru upprunaamerikanarar og inuittar, ið búðu har, áðrenn evropear komu til Amerika í 16. øld. Upprunaamerikanarar vóru fyrr nevndir indianarar orsakað av, at tá Columbus fann Amerika, helt hann at hann var komin til India, og tí vóru tey fólk, ið longu búðu har frammanundan, nevnd indianarar. Inuittar er eitt arktiskt fólk, ið býr í Alaska, Kanada og Grønlandi. Inuittar vóru fyrr nevndir "eskimoar". Páll Finnur Páll (Live). "Páll Finnur Páll (Live)" er ein fløga hjá føroyska tónleikabólkinum Páll Finnur Páll. Fløgan kom út 11. november 2009. Ting. Eitt ting (norrønt: "þing") er ein samkoma, sum umboðar fólkið í einum ávísum øki. Tosað verður tí um eina fólkaumboðan. Funksjónin hjá einum tingi er fyrst og fremst at smíða lógir. Lóggevandi valdið er í Føroyum er hjá løgtinginum saman við løgmanni. Tingræði er ein politisk stýrisskipan, har tingið hevur vald yvir, hvør myndar stjórnina. Einflokkaríki. Í einum einflokkaríki er bara ein politiskur flokkur loyvdur; allir aðrir flokkar eru bannaðir. Flokkurin ger av, hvør verður valevni tess, tá ið valt verður. Veljarar kunnu bara staðfesta uppstillingina. Flokkurin hevur alt politiska valdið í landinum. Gomlu kommunistalondini í Eysturevropa og mong lond í Afrika eru farin frá einflokkaskipan og hava sett fólkaræði í gildi. Summi lond, til dømis Simbabvi ("Marxistiski Flokkur Simbabvi") og Sýria siga seg hava fólkaræði, men í verleikanum stýrir ein flokkur, ið tvíheldur um valdið. Ofta stuðlar herurin flokkinum sum til dømis í Burma og í Sýria. Forsetaskipan. Forsetalýðveldi er fólkaræði, har fólkið bæði velur ríkisovastan - forsetan - og umboðini til ting landsins. Í eini forsetaskipan, har stjórnarleiðarin forsetin hevur veruligt vald, verður hesin ofta valdur beinleiðis av fólkinum. Tá er stjórnarleiðarin beinleiðis legitimeraður av fólkinum. Hann tilnevnir stjórnarlimirnar ikki bara formliga, men eisini í veruleikanum. Fólkið velur tá forsetan og tingið hvør sær, og báðir stovnar hvíla á eins tryggari grund. Er talan er um slíka forsetaskipan, er stjórnin ikki bundin av tinginum, júst tí bæði forsetin og tingið hava sítt mandat beinleiðis frá fólkinum. Hetta er vanligasta ríkisstýrisskipan í heiminum. Í londum sum Suðurafrika og USA er forsetin bæði ríkisovasti og stjórnarovasti. Í Russlandi og Fraklandi er forsetin valdur til ríkisovasta, og hann nevnir út ein forsætisráðharra at standa á odda fyri stjórnini, men forsetin hevur kortini nógv politiskt vald. Í mongum londum til dømis Ísrael, Írlandi, India og Íslandi hevur forsetin einki politiskt vald. Valdið hava forsætisráðharrin og stjórnin. Marknaðarbúskapur. Sambært marknaðarbúskaparliga ástøðinum er tað uppgávan hjá einstøku fyritøkuni støðugt at menna framleiddu vøruna fyri so lágan prís sum gjørligt, so hon er kappingarfør mótvegis vørum av nøkulunda sama slag. Sagt verður, at einstaka fyritøkan við at røkja egin búskaparlig áhugamál fremur tað, sum tænir samfelagnum best. Hvørki marknaðarskipanin ella aðrar skipanir forða fyri, at monopol ella støður, ið minna um monopol, taka seg upp. Kostnaðarviðurskiftini kunnu natúrliga hava við sær, at summar vinnur hava fyrimun av stórdrift, og at stórar fyritøkur megna at framleiða vørur fyri lægri prís enn smáar. Hinvegin hava framkomin lond kappingarlógarreglur, sum beinleiðis ella óbeinleiðis forða fyri tílíkum óynsktum avleiðingum av marknaðarskipanini. Hóast marknaðarskipanin viðhvørt kann ávirka arbeiðsútboðið ella býtið millum ognir og inntøkur, hava flestu fólkaræðisligu londini rættiliga frælsar marknaðarskipanir og lata í grundregluni vera við at seta í verk verjutiltøk. Hernaðarliga verjan. F16 kann flúgva skjótari enn ljóðið, eisini tá ið tað loypur á. Tað kann eisini søkja at málum á jørð ella á sjónum at hjálpa hinum verjueindunum. Hernaðarliga verjan skal við vápnum loysa hernaðarligar uppgávur. Hernaðarliga verjan er í trimum deildum: herurin, loftverjan og sjóverjan. Harumframt er eisini t.d. heimaverja. Hernaðarliga verjan er undir verjumálaráðharranum og verjumálaráðnum. Ovasta hernaðarliga stýrið er verjuovastin og verjuyvirmannaráðið. Øll lond hava sína landsverju at verja seg fyri ágangi uttaneftir. Eisini hernaðarliga eru Føroyar partir í danska ríkinum, so í verjuni hava vit ikki so nógv at siga. Vit hava ikki føroyska landsverju, men Vaktar- og Bjargingartænastan og vaktarskip hennara verja t.d. fiskiøki okkara fyri ránsveiðu. Tey, ið starvast í landsverjuni, eru fólk í føstum starvi og verjuskyldug. Ovastarnir hava sersjantar undir sær. Nógv fólk við vanligari útbúgving eru eisini í føstum hernaðarligum starvi. Undirhermenn í føstum starvi, kostáplar, hava um hendir serliga ta dýru útgerðina. Tey verjuskyldugu verða innkallað og útbúgvin. Summi av teimum innkallaðu verða eykaovastar og sersjantar. Almenna fyrireikingin skal síggja til, at samfelagið er til reiðar til kríggj, og at útgerð fæst til vega. Tíðindi skulu verða send ótarnað og skjótt, og ósonn tíðindi ikki koma út í orð og loypa ótta á fólk. At fólkið er róligt og vil varðveita samfelagið, er grundarlagið undir verjuni. Almenna verjan bjargar eisini mannalívum og ognum. Hon hjálpir fólki úr vanda, sløkkir eldar, o.a. Herurin arbeiðir á landi. Hermenninir eru í grønum og døkkum eyðkennisbúnum. Herurin hevur ymiskar eindir. Stríðshermenn og gonguhermenn (infanteristar) eru saman við stríðsvognunum í sjálvum bardaganum. Skotherdeildirnar, artillari, skjóta við kanónum. Verkfrøðingar byggja vegir, forðingar, brýr og støðir. Útgerðarliðini fáa útgerð til hermótini og taka særdar aftur við sær. Sjóverjan verjir sjóøkið. Fólkið er í myrkabláum eyðkennisbúna. Sjóverjan nýtir skip. Á skipunum eru t.d. rakettir. Korvettirnar eru so stórar, at tær sigla í øllum veðri. Torpedobátar eru smáir og ganga skjótt. Kavbátar kunnu sigla niðri í sjónum. Minuleggjarar og minustrúkarar leggja og taka upp minur. Verjuskipini ansa eftir sjóøkinum. Tey eru eisini undir Grønlandi og Føroyum. Flogvápnið verjir loftrúmið og hjálpir hinum verjueindunum. Fólkið er í ljósabláum eyðkennisbúna. Ymisk flogfør eru. Stríðsflogfør ella tyrlur flyta útgerð og fólk. Tyrlurnar verða eisini brúktar í bjargingartænastuni. Á jørðini hevur flogvápnið rakettir, sum kunnu skjóta flogfør niður. Heimaverjan gongur hinum verjueindunum til handa við løttum, men týðandi uppgávum. Nøkur fá teirra hava fast starv. Flestu eru sjálvboðin, sum í frítíðini fáa stutta útbúgving, og sum kunnu møta við stuttum skotbrái. Lond. a> er eitt av teimum stóru skipunum í danska flotanum. Við rakettunum hevur hon stóra megi. Gonguherlið við kanón at verja seg fyri stríðsvognum. Kanónin kann skjóta stríðsvognar í smildur. Normandí. Normandí (á fronskum Normandie) er ein región í Frakland, ið liggur í Norðurfraklandi. Tann parturin av Fraklandi, sum er ímillum París og Ermarsund, eitur Normandí. Har er nógvur landbúnaður, og landsparturin er gitin fyri síni súrepli og sínar mjólkavørur. Nógvir bøndur seta neytini á betri í súreplagørðunum og fáa á tann hátt meiri burtur úr jørðini. Nakað av súreplunum verður selt, sum tað er, men nakað verður gjørt til súreplamori ella bryggjað til t.d. súreplavín ella til tað víðagitna súreplabrennivínið Calvados. Summi av best umtóktu fronsku ostasløgunum, eitt nú camembert ella brie, eru eisini gjørd úr róma úr Normandí. Dalurin, sum Loireáin rennur ígjøgnum í Normandí, er gitin fyri sínar stásiligu borgir. Tær vórðu bygdar til kongar, aðalsmenn og ríkir góðseigarar. Flestu borgirnar vórðu bygdar á høvdum, og borgargrøv varð grivin rundanum, so at borgin betur kundi verja seg fyri fíggindum. Tann 1000 km langa Loireáin rennur ígjøgnum mong gitin vínlendi. Alidýr. Lambskjøt er best dámda seyðakjøtið. Yngri seyðurin er, betri er eisini ullin. Alidýr geva okkum t.d. mjólk, kjøt, skinn og ull. Alidýr eru neyt, seyður, kanin, dunna, svín, høsn, gás, geit og ross. Garnatálg, flesk, skerpikjøt, ost og mangt, mangt annað fáa vit út alidýrum. Úr skinninum ella húðum ber til at gera til dømis skógvar. Ull av seyði, kanin og greit verður virkað til klæði. Menniskjur hava havt alidýr í stívliga 9000 ár. Summi á bási, onnur í búri, fjósi, inngyrðingum og úti á bøi og í haga. Fyrstu alidýrini vóru vill dýr, ið vórðu tamd. Tama hønan er t.d. upprunaliga frumskógarhøna úr Eysturlondum. Upp ígjøgnum tíðirnar hava kønir búnaðarmenn alt tey bestu og spakastu dýrini, ið góvu mestu mjólkina, bestu ullina ella mesta kjøtið, og soleiðis hava vit fingið tey frægastu alidýrasløgini. Summi alidýr verða ald undir strongum eftirliti í stórum fjósum, til dømis høsn og svín. Nógvar hundrað túsund hønur verða aldar á henda hátt fyri kjøtið og eggini. Hønurnar eru stongdar inni í trongum búrum og fáa nóg illa vent sær. Fóður, ljós og hiti eru fjarstýrd, og hvør høna verpur eini 300 egg um árið. Svín ganga í búrum ella krubbum. Tey fáa nágreiniliga samansett fóður, so tey kunnu fitna skjótt. Summi svínasløg tungjast 0,7 kg um dagin. Slátursvín verða tikin bara 3 mánaðir gomul. Fyrr høvdu nógv húski í Føroyum høsn, so tey fingu egg og onkuntíð eina hønu í pottin. Tá sluppu hønurnar at ganga úti og skava í moldini eftir fræ, skordýrum og møðkum og fingu matleivdir og annað at eta. Eggini vurpu tær í reiður í kjallaranum ella í høsnarhúsi. Men nú er høsnarhald ídnaður. Hønurnar verða læstar inn í smáum búrum ella ganga inni í stórum høsnarhúsum. Nógvastaðni, eisini í Føroyum, er hvíta italska hønan væl umtókt sum góð verpingarhøna. Høsnarungar verða dripnir 8 vikur gamlir og viga millum 1 og 2 kg. Neyt - oksar, búflar og kýr - eru ein tann fjølmentasti alidýrabólkurin. Í India eru eini 200 mió neyt og tað eru 1 mia. aðrastaðni í heiminum. Í Føroyum eru 1200. Fyrr vórðu neytini mest spent fyri amboð, men nú verða tey mest ald fyri kjøtið - drápsneyt, og mjólkina - mjólkneyt. Neytasløgini eru um 200. Í Føroyum eru umleið 70.000 seyðir. Fjallgongurnar eru tríggjar: 1) áseyðaroyting, 2) skurð, og 3) klipping. Vanliga verður seyður royttur eina ferð um árið. Ull verður vaskað, nappað og karðað, so spunnin og tvínnað til tógv, sum verður bundið ella vovið til klæði o.a. Ull fæst eisini av kanin, vikunju, geit og alpaku. Bornholm. Bornholm (á føroyskum skaldamáli: Borgundarhólmur) er ein oyggj í Danmørk. Sunnarlaga í Eystrasalti liggur fimtstørsta oyggj Danmarkar, Bornholm, einar 40 km frá svensku strondini, og einir 135 km eru til Sælands. Høvuðsvinnan er fiskiskapur, leirvøruídnaður og grótídnaður. Hvørt ár kemur nógv ferðafólk í oynna. Tann, sum siglir fram við oynni, verður beinanvegin varugur við, at undirgrundin har er hvørki kálk ella krit, men grót. Undirgrundin á oynni er granitt, og bakkin er ofta høgur fram við strondini. Her eru helli, drangar og gjáir, sum veður og vindur hava myndað. Summastaðni ganga stórar holur langt inn undir oynna. Uppi á oynni sæst ikki nógv til grótið, oyggin er væl vallað, og bøurin ber væl korn. Umframt av jarðarbrúki livir fólkið av at høgga grót, sum verður útflutt, og av fiskiskapi. Ein hópur av fremmandafólki vitjar oynna á hvørjum sumri, og nógv fólk arbeiðir á gistingarhúsum. Størstu býirnir eita Hasle, Neksø, Rønne og Svaneke; norðast á oynni er bygd, sum eitur Sandvík. Á Borgundarhólmi eru fýra rundar kirkjur úr miðøldini. Hesar kirkjurnar eru bygdar av múrsteini, og í veggjunum, sum eru óføra tjúkkir, eru hol, sum bygdafólkið brúkti til at skjóta út ígjøgnum, tá ið tey vardu seg har í ófriðartíðum. Talið á íbúgvum á donsku eystrasaltsoynni er nú farið niðurum 40.000. DR-útvarpsstøðin kundi í sept. 2014 staðfesta, at talið á skrásettum borgarum á oynni var komið niður á 39.922. Miðskeiðis í sekstiárunum búðu 49.000 fólk á oynni, sum av dønum verður kallað sólskinsoyggin. Síðan hevur gingið stútt aftureftir. Orsøkin til minkandi fólkatalið er fráflyting, og at alsamt færri børn verða fødd. Sambært framskrivingunum hjá Bornholms Regionskommuni fer íbúgvaratalið at minka niður til 38.700 í 2022. Størsta minkingin er í aldursbólkinum 12 til 17 ára og teirra foreldrum – tey 30 til 49 ára gomlu. Framskrivingarnar vænta, at hesir bólkar verða 28 prosent minni um átta ár. Samstundis minkar talið á smábørnum samstundis sum talið á gomlum veksur. Framskrivingarnar siga, at talið á teimum 70 til 79 ára gomlu og teimum yvir 95 veksur við heili 60 prosentum fram móti 2022. Marxisma. Marxisma er ein politisk hugsjón og heimspeki, sum er grundað á hugsanirnar hjá Karl Marx (1818-1883) og Friedrich Engels (1820-1895). Marx er faðirin at marxismuni. Hann var hugtikin av Georg W. F. Hegel (1770 -1831) og tók hansara dialektisku søgufatan til sín, men broytti hana til eina materialistiska søgufatan. Í henni blíva trý hugtøk sentral: framleiðsluorka, framleiðsluviðurskifti og framleiðsluhættir. Framleiðsluorkan er tann vitan ella evni, sum menniskja hevur at framleiða, framleiðsluviðurskifti eru tey sosialu viðurskiftini ímillum teir ymisku klassarnar, og framleiðsluhættirnir eru samanrenningin av hesum. Tá ið framleiðsluviðurskiftini ella teir ymisku sosialu klassarnir ikki longur menna framleiðsluorkuna, uppstendur kollveltingin. Endamálið í marxismuni sæst best í Kommunistiska manifestinum frá 1848. Hugtakið meirvirði lænti Karl Marx partvís frá Adam Smith (1723-1790). Adam Smith hevði eina arbeiðsvirðisteori um, at samlaða nøgdin av arbeiði, sum varð løgd í eina vøru, var virðið í henni. Karl Marx flutti hetta til sín og segði, at forholdið millum virkiseigarin og arbeiðaran er grundleggjandi fyri kapitalistisku skipanina. Kapitaleigarin kemur við framleiðslugøgnum og rávøru og framleiðir við hjálp frá arbeiðaranum eina liðugtvøru. Prísmunurin á liðugtvøruni og rávøruni er meirvirðið, og hetta skapar arbeiðarin. Marx hevði eitt ambivalent forhold til kapitalin. Hann helt, at ídnaðarkollveltingin var eitt stórt framstig í mun til samfelagið og helt, at kapitalistiska skipanin var dynamisk og búskaparliga mennandi. Sambært Karl Marx er tað júst dialektiska sambandið millum kapitalistin og arbeiðaran, sum er drívmegin í kapitalismuni. Hon byggir á „a class struggle between the opressor and the oppressed”. Tann kúgaði er arbeiðarin, og hann, ið kúgar, er kapitalisturin, sum eigur framleiðslutólini. Ein avgerandi atfinning hjá Marx at kapitalismuni er, at kapitalisturin er rationellur, meðan sjálv kapitalistiska skipanin ikki er tað. Tann harða kappingin ger, at tann einstaki kapitalisturin má spara, gera íløgur og akkumulera sínar ognir. Leninisma bygdi víðari á Marx, og dróg tað imperialistiska sjónarhornið fram. Vladimir Lenin helt, at kapitalistiska skipanin fór at vikna við tíðini. So hvørt møguleikarnir fyri vøkstri minkaðu í teimum kapitalistisku londunum, fóru tey at vaksa um sínar marknaðir við at gera íløgur í menningarlondunum, og hetta fór at verða ein annar formur fyri imperialismu. Partar í marxismuni: søgulig materialisma, dialektisk broyting, fremmandagerð, klassastríð, meirvirði, kollvelting fæloysinganna og kommunisma. Merkantilisma. Merkantilisma hevur ta grundfatan, at staturin er høvuðsspælarin í altjóða politikki. Fatanin er, at í altjóða politikki eru ongar spælireglur, og tann sterkasti staturin yvirlivir. Tí er fremsta mál hjá statinum at tryggja sína egnu tilveru. Støðan hjá statinum verður sostatt ein ævigur maktkampur. Fyri at tryggja, at staturin er sterkur, er sostatt av størsta týdningi, at búskapurin í statinum er sterkur, herundir at útflutningurin er størri enn innflutningurin, soleiðis at staturin hevur eina nettoáogn heldur enn nettoskuld mótvegis umheiminum. Tað fyrsta IPE (International Political Economy) ástøði, vit hoyra um, er tann "klassiska merkantilisman". Jacob Viner (1892-1970) sigur, at merkantilisma er: „a doctrine of extensive state regulation of economic activity in the interest of the national economy“. Innan altjóða búskap kann sigast, at merkantilisman viknaði eftir 2. heimsbardaga tá liberalisman mentist av álvara í Evropa og Norðuramerika. Tá heimsbúskapurin kom í kreppu fyrst í 1970’unum, fekk merkantilisman høvdið fyri seg aftur, tá undir navninum "neomerkantilisma". Merkantilisman var leiðandi ástøði í øldir, men viknaði síðst í átjandu øld, tá Adam Smith (1723-1790) fanst harðliga at henni. Hann helt ikki, at tað gagnaði statinum sum heild at nýta protektionismu, sosialismu og politiska uppíblanding í vinnuna sum amboð. Merkantilisma reistist tó skjótt aftur eitt sindur broytt undir navninum "búskaparlig nationalisma". „Whereas classical mercantilism focused on gaining wealth and power through unequal foreign trade, economic nationalism focused on the internal development of the national economy". Í ein ávísan mun var hetta ástøði ein reaktión uppá liberalismuna, sum hevði fingið stóra undirtøku millum manna í Evropa. Lond sum USA og Týskland óttaðust ta búskaparligu styrkina hjá Stórabretlandi og valdu búskaparliga nationalismu sum amboð til at verja seg ímóti tí agressiva liberala politikkinum hjá Stórabretlandi. Forsprákarar fyri hesum politikki vóru Alexander Hamilton (1755-1804), sum var fyrsti fíggjarmálaráðharri í USA, og Friedrich List (1789-1846), sum var ein týskur-amerikanskur búskaparfrøðingur. Teir vóru ikki ímóti einum fríum marknaði sum so, men meintu, at protektionisma var neyðug fyri at verja støðuna hjá statinum og fyri at stimulera lokalan ídnað. Hamilton argumenteraði fyri at reka ein politikk, sum kundi verja framleiðsluvirkini í landinum. Eisini List var fyri, at staturin skuldi leggja seg útí búskaparlig viðurskifti og stuðla lokalum ídnaði. Hóast hann var atfinningarsamur mótvegis liberalismuni, so góðtók hann logikkin aftanfyri frían handil. Hann meinti tó, at ein fortreyt fyri fríum handli var, at lond vóru á sama menningarstigi. Tí var tað neyðugt hjá londum, sum ikki vóru frammaliga í ídnaðarligari menning, at reka ein protektionistiskan handilspolitik og at stuðla lokalum ídnaði. Hann helt, at ein dag fór at bera til hava fullkomnan fríhandil, men fyri at tað skuldi henda „the less advanced nations must first be raised by artificial measures to that stage of cultivation to the which the English nation has been artificially elevated“. Tí var hann av tí áskoðan, at ávís lond, til dømis Týskland, skuldu hava møguleika til við protektionismu at menna seg til ídnaðarlond. Hann mælti til, at staturin var sera aktivur í stýring av búskaparligari menning, eins og hann stuðlaði útbúgving, teknologiskari menning og ídnaði annars. Sosialliberalisma. Sosialliberalisma er ein politisk hugsjón, ið er ein samanrenning av liberalismu og sosialismu. Sosialliberalsimu stendur fyri eini javnvág ímillum markanðin og statin og ímillum einstaklingin og samfelagið. Kann eisini lýsast sum neyðsemja ímillum kapitalismu og redistributión. Serligur dentur verður t.d. lagdur á at taka sær av teimum veikastu í samfelagnum. Verkið "A Theory of Justice" eftir John Rawls (1921-2002) hevur havt stóra ávirkan á menningina av sosialliberalismuni. Upprunarliga bygdi og byggir sosialliberalisman á, at staturin hevði skyldu til: 1) at verja samfelagið móti álopum frá øðrum londum, 2) at verja hvønn einstakan borgara móti órættvísi og kúgan frá øðrum borgarum, og 3) at fáa í lag ávísar almennar stovnar, sum einstakligar ikki hava møguleika fyri at røkja. Endamálið var og er, at tað búskaparliga lívið, t.e. vinna, keyp og søla, skal fara fram í friði og náðum, og staturin skal ikki leggja uppí. Tann fría kappingin ber so við sær, at vørurnar gerast so góðar og bíligar sum yvirhøvur møguligt. Tann marknaðarbúskaparliga sosialliberalisman er nær knýtt at tí politisku. Eins væl og fólk skulu hava frítt at velja, hvørjar vørur tey skoyta um at keypa, so skulu tey frítt sleppa at seta fram síni sjónarmið. Sosialliberalisman er ein politisk hugsjón, sum brýtur bæði við sosialismuna og liberalismuna – í hvussu er í teirra uppruna sniði. Sosialliberalisman er fyri, at samfealgið byggir á privatan ognarrætt til framleiðslutólini og á fyritaksemi hins einstaka. Sosialliberalisman er ímóti, at tað almenna eigur og drívur framleiðslutólini, men er fyri eini almennari stýring fyri at tryggja sunnan fíggjarligan vøkstur og sosiala trygd. Allir samfelagsborgarar skulu eiga sama møguleika fyri at arbeiða seg fram til at gerast ánari og medánari av framleiðslutólunum. Sosialliberalisman leggur sera stóran dent á persónligt frælsi. Sosialliberalisman byggir á fultkomligt frælsi. Samfelagið er einstaklingar og ongar fyriskipanir mega forða einstaklinginum í fríðari kapping og vinna sær fram. Liberalisman kyknaði upp í USA við t.d. Thomas Jefferson aftan á frælsibardagin 1775-1782. Eftir fronsku kollveltingina í 1789 breiddi hon seg í Evropa og gjørdist grundarlagið undir fólkastýrinum, sum loysti av einaræðisstýriskipanina. Mest kendu teoretikarrarnir eru Adam Smith og Thomas Robert Malthus. Vár Berghamar Jacobsen. Vár Berghamar Jacobsen (fødd 1965) er ein føroyskur leiklistafrøðingur, sjónleikari og ummælari úr Havn. Hon er útbúgvin kandidatur í leiklistfrøi av lærda háskúlanum í Århus (Århus Universitet). Hon er dóttir rithøvundan Steinbjørn B. Jacobsen. Vár hevur spælt við í fleiri barnasjónvarpsrøðum hjá Kringvarpi Føroya, t.d. í jólakalendarum. Vár hevur starvast í Sjónvarpi Føroya (Barnasjónvarpið frá 1. august 1998 til 31. juli 2004. Síðan starvaðist hon í Útvarpi Føroya frá 1. august 2004 til 30. juni 2012, í Barnaútvarpinum frá 2004 til 2008 og síðan í morgunsendingini Góðan Morgun Føroyar frá 2008 til 2012. Hon hevur undirvíst í leiklist í Hoydølum 2001/02 og í Miðnámsskúlanum í Suðri 2003/04, 2004/05 og 2013/14. Hon hevur eisini undirvíst á Miðnámsskúlanum á Kambsdali síðan 2012 og í miðnáksskúlanum í Hoydølum síðan 2013. Vár hevur eisini virkað sum dómari í t.d. teknikappingum hjá Fólkaheilsuráðnum. Til tíðir er hon eisini upplesari í útvarpinum. Maður hennara er Páll Danielsen, sjónleikari. Í 1999 kom fløgan Søguskrínið út, har tey bæði lesa søgur. Vár hevur skrivað og leikstjórnað "Likkulikkuleia", talan var um 80 sendingar í alt. Hon skrivaði tær fyrstu 16 sendingarnar í 1998 og tað var víst í jan 1999. síðani vóru nýggjar 16 sendingar skrivaðar og sendar í 1999. Og tvey umfør í 2000 (í alt 32 sendingar afturat). Í 2002/2003 skrivaði og leikstjórnaði hon Leskilikkuleia, tilsamans 16 sendingar. Hon hevur skrivað útvarpsleikin "Luddi og Lundisa", ið var sendur í Útvarpi Føroya í 2004 og 2005. Hon hevur leikstjórnað Jólakalendaran "Pinki", sum Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði til barnaútvarpið í 2005. Hon hevur skrivað útvarpsleikin: "Hvar eru børnini", sum var sendur í 2005. Leikritið til jólakalendarin "Jól í Grannalagnum" var skrivað og sent í útvarpinum hjá Kringvarpinum í 2007, og ein fløga við sangunum var givin út sama ár. Kalendarin var sendur aftur í útvarpinum í 2013. Vár hevur eisini skrivað jólakalendaran og sangleikin, "Jól í grannalagnum", sum hon skrivaði í 2007, beiggi hennara, Kári Jacobsen, gjørdi tónleikin, Finnur Hansen stóð fyri tí tekniska. "Jól í grannalagnum" var spældur í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya í desember 2013. Vár greiddi frá í morgunsendingini hjá útvarpinum, hvussu hon fekk íblástur til søguna. Hon skrivaði leikin í august, tá alt var summarligt, men hon gekk túrar í Viðalundini í Havn hvønn morgun, og fekk íblástur har. Hon spældi sær við orðinum "at granska", har var ein granskari, sum var ein kona og ein granskoðari, sum var maður hennara. The Grand Old Lady og the Grand Old Man vóru eisini persónar í søguni, og tey áttu ein Grand Danois hund, sum høvdu orðið gran í navninum ella eyknavninum. Jólaperur vóru keyptar á Grand Canaria, og Grand Canyon var eisini nevnt. Og so var ein ljósasløkkjari í søguni. Høvuðspersónarnir eru tvíburðar og verða nevndir Stjørnuskotið. Dove Cameron. Dove Olivia Cameron (fødd Chloe Celeste Hosterman; 15. januar 1996) er ein amerikanskur sjónleikari og sangari. Hon er mest kend fyri at spæla høvuðsleiklutin í Disney Channel sjónvarpsrøðini "Liv and Maddie". JT electric. JT electric er ein føroysk fyritøka, ið varð stovnað í 1972 av Jóannesi Thomsen. Fyritøkan hevur heimstað á Kambsdali og framleiðir og uppfinnur útgerð og tøkni til alivinnuna og fiskivinnuna í Føroyum og til alheimsmarknaðin, eitt nú trolkamera, undirsjóvarljós og fóðurskipan. Í 2014 fekk fyritøkan eina heiðursløn í Íslandi fyri at menna eitt trolkamera, sum kann nýtast í harða umhvørvinum runt um Føroyar, Ísland og Grønland. Í juni 2002 flutti fyritøkan í nýggj og størri høli, sum gjørdu tað gjørligt at økja um framleiðsluna. Stjóri í fyritøkuni er Rói Kalsø. Umleið 20 fólk starvast hjá JT electric. Landstingsvalið 2014. Landstingsvalið í Grønlandi 2014 verður tað 12. av slagnum í Grønlandi, og varð hildið hin 28. november 2014. Orsøkin til at val var útskrivað, var tann, at tað í 2014 kom fram, at Aleqa Hammond, sum var landstingsforkvinna Grønlands, hevði brúkt almennar pengar til egið brúk tvær ferðir, einaferð til eina ferð fyri familjuna og einaferð til eina privata veitslu, talan var um 106.000 krónur, sum landstingsgrannskoðararnir kravdu at hon rindaði aftur. Sambært landstingsgrannskoðarunum, stavaði meginparturin av útreiðslunum frá apríl 2013, og hóast teir bóðu um at fáa rætt lag í óskilið beinanvegin, so var tað ikki fyrrenn í august 2014, at Aleqa Hammond rindaði pengarnar aftur. Málið elvdi til mikið rok í Grønlandi, og misálit var reist móti Hammond. Hon yvirlivdi misálitið við einari atkvøðu í meirluta sum feldi uppskotið. Men hon valdi at søkja um farloyvi, meðan málið um hennara peningaviðurskifti vóru kannað. Farloyvi varð játtað henni, men síðan tóku tríggir ráðharrar – tveir úr Siumut og ein úr Atassut seg úr stjórnini, og hin 1. oktober tók Atassut seg úr stjórnini. Seinni sama dag skrivaði Aleqa Hammond út nýval. Reinsaríið. Reinsaríið er fremst til vinstu á myndini. Reinsaríið er eitt spælistað í Tórsgøtu í Havn, ið læt upp alment 1. oktober 2014 við einum tiltaki, har livandi tónleikur var á skrá saman við røðum. Punkbólkurin 200 spældi løgini "Við Love skal land byggjast" og "Makka rætt". Niclas og Lena spældu tvey løg, meðan húspianisturin hjá kommununi, Bárður Johannessen, ið eisini hevur verið verkætlanarleiðari í verkætlanini spældi jazzkendar tónar saman við Ólavi Olsen á flugelhorn. Heðin Mortensen, borgarstjóri, staðfesti í røðu síni, at tað hevði verið vert at bíða eftir hesum spælistaðnum, og at gamli dreymurin um at gera Tórsgøtu til mentanargøtuna í býnum burturav, nú var vorðin veruleiki. Í gøtuni eru nú Reinsaríið, Perlan, Margarinfabrikkin, Tjóðpallurin, Posthúskjallarin, Miðlahúsið umframt fleiri mat- og skeinkingarstøð. Reinsaríið varð handað Tórshavnar kommunu 12. september 2014. Bogi Andreasen var í september 2014 settur í starv sum samskipari fyri Reinsaríið og Perluna. Søgan hjá bygninginum. Við avtøku kongliga handilsins varð m.a. sonevnda 'Nýggja Pakkhús' í Vágsbotni (Frederiksvaag) selt á uppboði í 1857. Keyparin var handilshúsið C. F. Siemsen í Hamburg. Í 1894 seldi keypmaðurin Johannes Hansen, týskur varakonsul, pakkhúsið fyri Siemsen til føroyska handilshúsið M. C. Restorff & Sønner. Konsul Hansen, sum hann kallaðist, var í starvi hjá Siemsen, og seinni keypti hann sjálvur fyritøkuna. Hann myndaði Siemsen í Havn, og harav stavar navnið Hansens pakkhús. Í 1923 seldi M.C. Restorff & Sønner ognina til Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik, Meiaríið. Keypssáttmálin nevnir ognina 'Hansens pakkhús'. Tey høvdu eitt nú framleiðslu av sápu í pakkhúsinum. Meiaríið helt fram í bygninginum og hevur havt vaskarí og reinsarí fram til 1970-árini. Maria Olsen hevði Reinsaríið í erva til fyri fáum árum síðan, meðan Postverk Føroya hevði eina pakkadeild í neðra. Tað er sjáldsamt við eini húsaogn uppi í tí nýggjara býnum, har søguligu sporini ganga meira enn tvær øldir aftur til tað gamla samfelagið. Pakkhúsið er harnæst ein vitnisburður um virksemið hjá kongliga handlinum og hjá eitt av fyrstu útlendsku handilshúsunum í fríhandilstíðini, Siemsen, og síðan hjá eitt av fyrstu stóru føroysku handilshúsunum, Restorff - tá ið Føroyar gjørdust fiskivinnutjóð. Bygningurin hevur v.ø.o. staðið uppi og verið í brúktur í fleiri søgulig skeið. Tórshavnar kommuna hevur átt bygningin síðan 1986. Perlan í Vágsbotni. Perlan (í Vágsbotni) var eitt spælistað í Havn til húsið varð tikið niður 17. september 1983. Perlan var ein bygningur, ið stóð beint niðanfyri Havnar kirkju, sum nú er dómkirkja Føroya, og yvir av táverandi Sjómansheiminum, sum nú eitur Hotel Tórshavn. Hon stóð á trýkantinum millum Mylnugøtu og brekkuna niðan á Bryggjubakka. Í 2015 var ein stór trappa gjørd á staðnum, sum samstundis varð fríðka. Jazzfelagið í Havn, sum blómaði miðskeiðis í sjeytiárunum, helt til í Perluni og skipaði fyri nógvum framførslum við føroyskum og útlendskum tónleikarum. Matstova var í Perluni, og listamálarar sum Mikines og William Heinesen hava málað uppi á loftinum í bygninginum, sum fyritøkan Z. Heinesen átti. Í desember 2009 læt upp eitt nýtt spælistað í Havn við sama navni sum gamla Perlan, tað liggur í Tórsgøtu, millum Miðlahúsið og Reinsaríið. Paradox. Paradox var eitt Punk Rock-orkestur úr Føroyum. Orkestrið spældi saman frá 2004 til teir góvust at spæla nøkur fá ár seinni. Í 2006 góvu teir út fyrstu tónleikaútgávuna "Falling in love" sum var á enskum, teir spældu á fleiri konsertum í Føroyum. Orkestrið upploystist, tá ið Heini, betri kendur sum Corfitz, gjørdist guitarist í orkestrinum The Dreams saman við stórabeiggjanum Eirikur, sum spælir bass í The Dreams. Diskografi. "The Innocense Of Childhood", "My own words", "Perfect way" og "Inside of me". Pontifícia Universidade Católica de Minas Gerais. Pontifícia Universidade Católica de Minas Gerais (PUC-MG) í Brasil varð sett á stovn í 1958 og er ein lærdur háskúli í Belo Horizonte í Minas Gerais landslutinum í Brasil. Ravmagn. Av trygdarávum hanga háspenningarkáplarnir á høgum mastum. Ein harður ravmagnsstoytur kann bæði lemja og drepa. Ravmagn er orkukelda, sum drívur t.d. maskinur og gevur okkum hita og ljós. Tað eru elektrónir, smáir bitlar, sum koma frá atomunum. Hvør elektrón hevur eina heilt lítla elektriska løðing - eitt sindur av ravmagni. Eitt snarljós, sum fer eftir luftini ella slær niður, er eitt tað greiðasta dømi, vit hava um ravmagnsvirksemi. Ravmagnið er annars ósjónligt, men tað arbeiðir óført fyri okkum alla tíðina. Tá ið vit t.d. tendra eina ravmagnslampu, fara umleið ein millión milliónir elektrónir gjøgnum peruna um sekundið. Ravmagnið fer í hús og verksmiðjur í leiðingum, sum liggja inni í loftum og veggjum og tryggja, at ravmagnið streymar, tá ið vit tendra slitilin. Ravløð fáa megi frá evnatilgongdum og goyma ravmagnið, so at tað kann flytast. Sólarkyknur taka orku frá sólini og gera hana til ravmagn. Ravmagnið ger eisini tey bákn, sum varpa sjónvarps- og útvarpssendingar, og tað fær eisini teldur at arbeiða. Ravmagnið fer í hús í leidningum, sum fyrr hingu í pellum. Nú eru teir vanliga niðurgrivnir. Summi ravmagnsverk brekka olju ella kol, og summi brúka kjarnorku. Orkunýtsluna mála vit í kilowatttímum (kWh). Ravmagn er í tveimum líkum: streymur, sum fer runt í leidningum, og støðuravmagn, sum er staðbundið, til dømis í einum kambi. Ravmagnið streymar úr kraftstøðini til eitt tól ella lampu og aftur hagar, tað kom. Gníggjar tú eina ballón móti troyggjuni, tekur ballónin eyka elektrónir til sín og verður negativ. Henda løðing verður rópt støðuravmagn, tí at hon ikki flytur seg. Hon kann taka til sín smá pappírspetti ella hár. Tvey sløg eru av ravmagnsløðingum: positivar og negativar. Sum oftast eru líka nógvar í einumhvørjum tilfari, so at tær ganga út móti hvør aðrari. Tilfar, sum letur streymin ganga, verður rópt leiðari. Metal og kopar flest eru leiðarar. Streymurin gongur gjøgnum metalini, tí at elektrónirnar sita leysar og kunnu flytast. Allir leiðarar hava eina ávísa mótstøðu, ið vendir móti streyminum. Mótstøðan minkar í einki, tá leidningurin verður nógv køldur. Leiðarin er nú vorðin ein serleiðari, har ið streymurin kann ganga, men við ongari mótstøðu. 
Avbyrgjarar, t.d. papp og plast, loyva ikki streyminum at ganga, tí elektrónirnar eru fastari bundnar at atomkjarnanum. Ravmagnið krevur, at leidningarnir halda fram, at streymurin skal ganga. Hetta eitur ein ravmagnisringur. Fer ringurin, steðgar streymurin. Smáir og stórir ravmagnsmotorar driva nógv sløg av maskinum. Í motorinum er ein snælda, sum situr í einum sigulsøki. Tá ið streymur fer gjøgnum snælduna, noyðist hon at mala. Ravmagns-gerar gera streym úr røringarorku, tá ið ein spoli snarar millum pólarnar í einum sigli. Einfaldar, smáir gerar, sum til dømis gera streym til eina súkklulykt, eita dynamo ella máttlar. Stóru gerarnir á ravmagnsverkunum snara við guvutyrlum við guvu frá olju- ella kolbrennarum. Teir gera heilt stórar nøgdir av ravmagni. Battarí ella ravløð gera ravmagn, sum streymar ein veg - javnstreymur. Ravlaðið skumpar streymin úti í ravmagnsringinum. Tá ið tú setur eitt ravlað í til dømis eitt gongulurt, fer evnisliga tilfarið at loysa og andgera elektrónir. Tær gera streym, tí at tær verða skumpaðar úti í ravmagnsringinum. Elektriska spenningin mála vit í voltum, umleið 1,5 V fyri ravlaðið. Elektrónirnar streyma frá negativa pólinum gjøgnum gongulurtið og aftur til positiva pólin. Um ravlað verður bundið í øvugtan veg, fylla elektronirnar holini, og streymurin steðgar. Dagliga hava vit ørgrynni av ravmagnstólum uttan um okkur - fartelefonir, sjón- og útvarp, bandupptakarar og teldur. Øll hesi ravmagnstól hava rensl, har ið ravmagn fer ígjøgnum. Í renslunum eru ersmáir elektroniskir staklutir, ið minka, kvetta ella magna streymin, og soleiðis skapa bákn. Tað kann vera ljóð í einari fartelefon ella tal í einari teldu. Gomlu grikkarnir sóu longu fyri 2500 árum síðan, at eitt silkiklæði, sum varð gníggjað við einum ravpetti, skjótt varð fult av støðuravmagni. Amerikamaðurin Benjamin Fraklin (1706-1790) sá sum tann fyrsti umleið 1750, at snarljós eisini er ravmagn og greiddi frá, hvat ið ein ravløðing er. Franklin setti drekar, meðan toran gekk (nú er tað strangliga bannað). Italiamenninir Luigi Aloisio Galvani og Alessandro Volta gjørdu fyrstu ravløðini. Orkunýtsla. Orkunýtsluna mála vit í kilowatttímum (kWh). Dátur frá World Bank frá 2011 vísa, at m.a. norðmenn eru millum tey, sum brúka mest orku fyri hvønn íbúgva, 23 174 kilowatttímar á hvørjum ári, meðan finnlendingar og sviar brúka ávikavist 15 738 og 14 030 kilowatttímar. Til samanberingar brúkar ein dani bara 6 122 kilowatttímar. Men her skal leggjast aftrat, at stórur partur av orkuni á Skandinavisku hálvoynni stavar frá varandi orku, so sum vatnorku, og tí geva tølini ikki rættvísa mynd av CO2-útlátinum. Landið, sum uttan samanbering brúkar mest streym fyri hvønn íbúgva er, er Íslandi. Ikki minni enn 52 374 kilowatttímar fyri hvønn íbúgva, og einki annað land kemur nær námid. Aluminiumsframleiðslan í Íslandi brúkar sera nógva orku, og tey trý reinsingarstøðini brúka meira enn fimm ferðir so nógva orku til framleiðsluna, sum allir íslendingar til samans. Amerikanarar brúka góðar 13 246 kilowatttímar um árið. Haiti er landið, sum brúkar minst, 32 kilowatttímar fyri hvønn íbúgva um árið. a>. Aluminiumsframleiðslan í Íslandi brúkar sera nógva orku (í mun til fólkatalið), hóast Ísland ikki lýsir so væl á myndini. Bilar. a>. Hann er ein kraftargóður bilur við stórum motori og trivaligum dekkum, góður at koyra við á ósløttum lendi. Bilin brúka vit mest t.d. at koyra til arbeiðis, at keypa og tá ið vit ferðast. Nógvir serbilar eru eisini, t.d. kappkoyringarbilar, sjúkrabilar, løgreglubilar, hýruvognar og sløkkibilar. Nýmótans bilar brenna diesel ella bensin eins og fyrstu bilarnir, ið vórðu gjørdir síðst í 1880. Men í útsjónd líkjast okkara bilar ikki teimum, sum vórðu gjørdir fyri bara 20 árum síðan. Settu vit allar bilar í heiminum á rað, høvdu teir rokkið av jørðini upp á mánan, og riðilin gerst longri hvønn dag. Motorurin er framman í flestum bilum. Hann dregur beinleiðis á framhjólunum, afturhjólunum ella á øllum fýra hjólum. Oftast eru fýra ella fimm gervi, sum verða nýtt alt eftir ferðini og vegnum. Í lágum gervi mala hjólini seint og fáa eyka megi at fara í gongd ella at koyra niðan brekku. Tá ferðin er nógv, í 4. ella 5. gervi, mala hjólum skjótt. Teldur gera framtíðarbilin eftir royndum í vindtunnlum. Hann verður á tremur av elektronikki, sum ger alt møguligt, eitt nú kann hann finna stytstu leið heim. Verksmiðjurnar nýta nýtt plasttilfar og eru farnar at gera royndir við motorum úr keramikki. Bilar eru til so mangt. Flestu persónbilar eru rúmligir og koyra skjótt borið saman við tað, teir brenna. Kappkoyringarbilar og teir dýrastu bilarnir leggja dent á ferð og maglæti. Porsche er gott dømi um marglætisbil. Hann er gjørdur í hond næstan allur, sum hann er, og er ein av vakrastu og dýrastu bilum í heiminum, t.d. 10 Porsche 918 Spyder. Kappkoyringabilar, sum t.d. Ferrari, eru gjørdir at koyra skjótt og eru ikki sum aðrir bilar. Teir hava sterkar, stórar motorar, og skrokkurin er úr serliga løttum tilfari. Teir eru so lágir, at teir hava so at siga onga luftmótstøðu, og bilstjórin má tí næstan liggja niðri. 8-10 strokkar í tí øgiliga sterka motorinum gera, at kappkoyringarbilurin fer upp um 500 km/tíman. Trivaligu kringlubremsurnar kunnu minka ferðina á bilinum úr 300 km/tíman niður í 60 km/tíman eftir minni enn trimum sekundum. Dekk til kappkoyringar eru púra sløtt, tað gevur minst mótstøðu, men tey eru ógvuliga breið, so tey hava vegtak kortini. Stuttleikabilar hava stóran motor, rundað snið og vanliga bara rúm fyri tveimum fólkum. Toyota er heimsins størsti bilframleiðari. Eftir at hava verið tann bilaframleiðarin, sum seldi flest bilar frá 2012 til 2015, bleiv Toyota yvirhálað av Volkswagen í 2016. Søga

. Fólk flentu í kíki at fyrstu royndunum í 1880-árunum at gera bilar. Myndugleikarnir kravdu, at maður skuldi ganga við reyðum flaggi framman fyri bilin. Karl Benz (1844-1929) gjørdi í 1885 ein bil, sum summi siga vera tann fyrsta, men hann hevði bara trý hjól. Fyrsti bilurin við 4 hjólum var danskur. Tað var Hammel-bilurin frá 1886. Hann koyrir enn, og er nú t.d. eisini at síggja á Teknisk Museum. Fransmaðurin Nicolas-Joseph Cugnot (1725-1804) gjørdi longu í 1769 fyrsta eimaktfarið, ein traktor at draga kanónir. Eitt slíkt eimlokomotiv dró ferðafólkavognar millum t.d. Nørre og Fredrikshavn frá 1862. Í 1890-árunum gjørdu René Panhard (1841-1908) og Émile Levassor (1843-1897) fyrsta bilin, har motorurin var framman fyri ferðafólkið. Soleiðis er nú enn í flest øllum bilum. Longu í 1903 koyrdu teir skjótastu bilarnir upp í 100 km/tíman, men teir vóru ógvuliga dýrir og steðgaðu ofta upp. Nú eru bilarnir bíligari og meira álítandi. Henry Ford (1863-1947) í Michigan gjørdi í 1908 fyrsta flutningsbandið í heiminum og kundi tí gera bilar so bíliga, at vanlig fólk høvdu ráð at keypa teir. Hvønn dag koyra milliónir av fólki um allan heimin í bili. Søgugongd. a> í 1903. Fimm ár seinni kom hann á marknaðin við einum lítlum bíli, Modell T. Í 1920 var annar hvør bilur í øllum heiminum Modell T. Bilsøgan í Føroyum. Fyrsti bilurin kom til Føroya 6. mai 1922, men verulig ferð kom ikki á bilasøluna fyrr enn seinast í 1960-árunum. Ferðslan á vegunum í Føroyum frá tí, at fyrsti bilurin kom til landið og so upp í 1960-árini, kann als ikki sammetast við ta ferðslu, sum vit kenna í dag. Bilarnir vóru sera fáir, og sama var við vegunum í bygd og bý. Heldur ikki vóru nógvir vegir millum bygda, og tað bar als ikki til at nýta bilin at ferðast úr einum enda á landinum í hin. Við tað at ferðslan var lítil, vóru eisini fáar ferðsluvanlukkur í mun til fólkatalið. Men í mun til bilatalið og koyrdar km var ikki heilt einki av ferðsluvanlukkum. Tá ið komið varð í 1970-árini, er føroyska samfelagið fyri stórum broytingum, og eftir fáum árum fekk tá tann vanligi føroyingurin væl meira av peningi um hendi í gerandisdegnum. Hetta bar m.a. við sær, at bilatalið fór at vaksa í stórum. Í 1969 vóru 3001 bilar skrásettir í Føroyum, men bara fimm ár seinni er talið meira enn tvífaldað: í 1974 eru 6825 bilar skrásettir. Longu í 1981 fór bilatalið upp um 12.000, so tað varð ferfaldað eftir bara 12 árum. Samstundis, sum hetta hendi, kom verulig gongd á at útbyggja vegasambandið: vit fáa brýr og tunlar, og bilaferjur fara at sigla millum oyggjarnar. Ì 1980-árunum liva føroyingar yvir evni, og tá kemur uppaftur meira ferð á bilasøluna. Bara í 1984 vera 2093 nýggj akfør skrásett, og í 1985 eru 15.000 akfør í Føroyum. Og bilatalið veksur enn skjótari næstu fimm árini, tí 1. januar 1990 eru skrásettt 18.000 akfør í Føroyum, og bilatalið er næstan tvífaldað í tíggju ár. Hetta árið eru 3551 vøru- og lastbilar, 118 bussar, 233 hýravognar, 13.986 vanligir persónbilar og bara 113 motorsúkklur. Síðani koma kreppuárini, og eini 6000 fólk flyta av landinum. Fólk hava ikki ráð at umvæla eldri bilar, og teir verða settir, og tí minkar talið av akførum. Alt virksemið steðgar, og stóru lastbilarnir verða seldir av landinum. Næstu fimm árini gerast akførini 5000 færri í Føroyum. Ì 1995 er skrásett 15.504 akfør, men tá ið vit koma til ár 2000 ár, táttar bilatalið longu í 20.000 akfør. Vøru- og lastbilarnir í 2013 vóru 516, vøruvognarnir 3560, bussarnir 108, motorsúkklurnar 725, hýruvognarnir 101 og persónbilarnir 20.507. Haraftrat eru onnur akfør skrásett, sum ikki dagliga koyra í gøtunum millum annað ellisakfør og brandbilar. Verður alt talt við eisini prutlini, sum eru 1614 í tali, kampingbilar og kampingvognar, so nærkast vit 31.000 akfør við nummarplátu. Til hvørt motorakfar vóru 2,1 fólk, og til hvønn persónbil vóru 2,9 fólk. Hagtøl. Í 1960 vóru 111 persónbilar í Føroyum, í 2013 er talið 20.504 bilar. Sambært fólkateljingini hjá Manntali í 2014, so er bilur næstan í hvørjum húski. 85 % av øllum í landinum hava ein ella fleiri bilar. Sambært fólkateljingini sæst, at í øllum økjum í Føroyum hava umleið helvtin av øllum húskum ein bil. Bara í Eysturoynni og Norðstreymi er tað undir helvtin av húskinum, sum bara hevur ein bil. Afturfyri eru tað fleiri húski her, sum hava tveir ella tríggjar bilar. Húskini í Eysturoynni hava flestar bilar. 90 % av øllum húskum í Eysturoynni hava ein ella fleiri bilar. Síðani 6. juli í 2013 til 6. juli 2014 eru níggju deyð í ferðsluni í Føroyum - ein kvinna og átta menn. Samanborið við grannalond okkara eru flest deyð í ferðsluni í Føroyum í mun til fólkatalið (18 deyð/100.000 íbúgvar). Í Danmark, Noregi og Svøríki eru umleið 3-3,7 deyð seinastu árini fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Síðan fyrstu deyðsvanlukkuna í ferðsluni í 1928, eru 281 føroyingar deyðir í ferðsluni. 202 menn og 79 kvinnur. Av hesum vóru 100 børn ella ung, yngri enn 18 ár. Jean-Claude Duvalier. Jean-Claude Duvalier, eisini kendur sum Baby Doc (Bébé Doc) (3. juli 1951 - 4. oktober 2014), var einaræðisharri í Haiti í 15 ár: 1971-1986. 

Hann kom til valdið sum 19 ára gamal í 1971, tá pápi hansara, Francois Duvalier (Papa Doc), doyði. Eins og pápin, stýrdi hann fátæka landinum í Karibia við harðari hond. Í 1986 mátti hann rýma orsaka av fólksligum uppreistri. Hann fór til Fraklands, har hann livdi í útlegd í 25 ár. Í 2011 vendi hann aftur til Haiti. Hann sjálvur segði, at endamálið við at venda aftur til Haiti var at heiðra tey yvir 300.000 fólkini, sum doyðu í ógvuliga jarðskjálvtanum 12. Januar 2010. Afturvendan hansara spældi ikki stillisliga av, og fáar dagar eftir at hann hevði sett bein síni í Port-au-Prince, varð Duvalier ákærdur fyri m.a. mutur og brotsverk móti mannaættini. Fyrrverandi einaræðisharrin doyði 4. okt. 2014, 63 ára gamal. Hann doyði av einum hjartatilburði. Márdýr. Márar (frøðiheiti: "Mustelidae") leypa langt og eru sera snúðnir, tá ið teir jagstra t.d. íkornar, mýs, kaninir og fugl. Flestu márasløgini eru avbera skjót ránsdýr, serliga vislur sum t.d. brúður, márar, ildari, minkur og roysikøttur. Tey hava hvassar tenn og eru smidliga vaksin. Márar eru eisini óførir at veiða, har ið trongt er. Teir síggja og hoyra væl og hava framúr tev, so teir kunnu snodda seg fram á fongdýrið. Tenninar eru spískar og góðar at taka við. Minsti márurin, brúðurin, er bara 20 cm long; kortini tekur brúður dýr, ið er nógv størri, enn hon er sjálv, t.d. kaninir. Roysikøttur, eisini nevndur hermalín, er átøkur brúður. Hús- og skógarmárur halda til uppi í trøunum. Báðir eru morreyðir. Onnur márdýr eru grevlingur, minkur og otur. Ungarnir verða lagdir væl í fjaldum reiðri. Fáar vikur gamlir fara teir úr reiðrinum og fara við leiki at venja seg til góð veiðidýr. Í Føroyum eru eingir márar. Men eisini í Føroyum varð roynt at ala mink, men tað datt niðurfyri. Minkur. Amerikanskur minkur, ofta bert nevnt minkur (frøðiheiti: "Neovison vison"), er lítið ránsdjór í márættini. Minkur verða 45-50 cm langur. Hann kemur upprunaliga úr USA og Kanada, men nógvastaðni í Norðurevropa eru eisini villir minkastovnar. Hetta eru minkar, ið eru slopnir úr aligørðum og hava nørt seg. Hann heldur til við vøtn og áir. Í Føroyum hava verið minkagarðar frá 1959 til 1970 og aftur frá 1988 til 1990, men minkar, sum eru rýmdir, hava ikki megnað at lívbjargað sær her. Villur er hann vakurt morreyður við dimmari rót, hann er hvítur um høkuna og kann hava hvítan blett á bringuni. Hann er lágføttur, og ímillum tærnar er nakað av fiti. Kroppurin er 40 cm til 50 cm langur, og halin er 14 til 24 cm. Kallminkurin vigar 1,0 til 1,5 kg, tvær ferðir so nógv sum kvennminkurin. Hann kemur úr USA og Kanada og hevur ongantíð verið búfastur í Føroyum, Íslandi, Grønlandi ella Skandinavia. Hann varð fluttur inn sum alidjór, av tí at skinnið var nógv vert, og sumstaðni er hann rýmdur og er vorðin villur stovnur. Eisini í Føroyum varð rount at ala mink, men tað datt niðurfyri í 1990. Í Grønlandi hava minkagarðar ongantíð verið, og teir minkar, sum fara á land har av fiskiskipum, ið koma úr Kanada, lívbjarga sær ikki. Í Íslandi hevur tað at reka minkagarð verið stórur ídnaður síðan 1931, ofta sum hjávinna á bóndagørðunum, og longu í 1932 rýmdu teir fyrstu minkarnir. Nú er ein villminkastovnur, sum heldur til um at kalla alt Ísland. Hann verður 40-50 cm langur og er morreyður við hvítum blettum á bøkuni og onkuntíð á bringuni. Minkur lagar seg yvirhøvur eftir umstøðunum. Hann tekur tað, hann kemur framá. Minkurin fram við Íslands strendur livir mest av krabbadjórum, fugli og fiski. Inni í landinum etur hann um veturin smáan skógarmýs og laksafisk, men um summarið og várið tekur hann ungar og egg, um heystið mest skógarmýs, men eisini smákykt, sum til dømis humlaflugu. Í Reykjavík komu tey á fyrsta sinni fram á ungar undan villminki í 1937, og teir trivust so væl, at minkur nú á døgum er vanligt djór víða hvar fram við Íslands áir og strendur. Hann livir einsamallur í einum øki, og hann leggur undir einum bakka ella í onkrari holu. Makingartíðin er frá fyrst í mars og inn í apríl, og kvennminkurin makast við fleiri kallminkum. Kvennminkur er kviðin í ein mánað, men gitna eggið festist ikki í lívmóðrina fyrr enn um 15-50 dagar aftan á makingina. Ungarnir verða lagdir í mai til juni í einum væl kløddum bóli. Í leguni eru 5 til 10 ungar, teir eru blindir og næstan naknir. Kvennminkurin elur ungarnar upp. Teir súgva mammuna í 6 til 8 vikur og eru fullvaksnir, tá ið líður á heystið, og kynsbúnir, tá ið teir eru ársgamlir. Villur minkur verður sjáldan eldri enn 4 ára gamal. Tey ala mink í minkagørðum í Norðuramerika og Norðurevropa, tí at skinnið er nógv vert. Villminkastovnurin í Íslandi er vaksin stútt og alsamt síðan 1930-árini. Loyvt er at veiða hann alt árið, men síðani 1992 er íslendska stjórnin givin at lata samsýning fyri mink, ið er skotin inni í landinum, og samsýningin fyri mink, ið er skotin í landinum annars, er 25 % minni nú. Janus Wiberg Mortensen. Janus Wiberg Mortensen (føddur 21. desember 1990 á Tvøroyri) er ein føroyskur tónleikari og fótbóltsleikari, miðvallaleikari og í læru sum maskinsmiður (2014). Í oktober 2014 gav hann út sína fyrstu fløgu við heitinum Breathing. Janus er sonur Dianu Wiberg og Oluf Mortensen av Tvøroyri, sum er løgreglumaður og fyrrverandi fótbóltsleikari við TB. Janus er føddur á Tvøroyri, flutti til Danmarkar, til Keypmannahavnar, við foreldrunum sum ársgamal, meðan foreldrini lósu niðri, og so fluttu tey aftur til Føroya, til Havnar, tá ið Janus var fýra ára gamal. Í løtuni býr hann á Toftum. Janus var gestur í útvarpssendingini Brunsj hjá Kringvarpinum hin 6. oktober 2014, vertur var Eyðfinn Jensen. Í sendingini greiddi hann frá, at tað var Robert Mc Birnie, ið hevði eggjað honum til at gera nakað við tónleikin, eftir at hann hevði sungið í Norðurlandahúsinum í einum tiltaki, sum flokkur hansara luttók í, Robert var lærari hansara tað árið. Janus segði eisini, at hann hevði spælt tónleik nakrar ferðir saman við Jens Marna Hansen. Pólrevur. Pólrevur, fjallarevur ella arktiskur revur (frøðiheiti: "Vulpes lagopus") er eitt ránsdjór í hundaættini. Hvítur fjallarevur nevnist hvítrevur, og bláligur fjallarevur nevnist blárevur. 95 % av øllum revum í heiminum eru hvítrevar. Fjallarevur er at síggja um alla pólleiðina; hann eigur einans norðuri í kuldalondum. Hann eigur á Íslandi, Grønlandi, Svalbarði, Jan Mayen, í Alaska, Norðurkanada, Noregi, Sámalandi, Norðurfinnlandi, Norðurrusslandi og Norðursiberia. Føði hansara er fjølbroytt, og ofta tekur hann tað, sum hann kemur framá. M.a. etur hann síl, krabbadjór, fugl og smálomb. Pólrevur er antin heilt ljósur ella bláligur - hvítrevur og blárevur. Blárevur er á liti millum dimt stálblátt og blámorreytt alt árið, tó ljósnar hann í summarsólini, men rótin er altíð dimm. Hann losar frá apríl til august, og summarfeldurin er meira morlittur. Nýggi vetrarfeldurin veksur aftur í september. Nú á døgum er hann bara óblandaður á Kommandorskioyggjunum í Beringssundi. Alla aðrastaðni kemur hvítrevur innan av meginlandinum og makast við blárev. Hvíti liturin kemur fram av stýrdum arvaeginleika. Blá- og hvítrevur eru nakað tað sama til støddar, upp í 75 til 90 cm langir, tá er halin helmingurin av longdini. Teir viga 4-5 kg, mest um veturin, og kallrevurin er størri. Hvítrevur hevur blikahvítan brodd um veturin, rótin er gráhvít, og uttast á halasnippinum eru altíð svørt hár. Vetrarfeldurin veksur í september til november, og hann kastar ullina í apríl til august. Um summarið er halin á hvítrevi ljósari, og hann er ljósari undir búkinum, feldurin er morreyður og verri enn so litfríður sum summarfeldurin á blárevi. Í vetrarfeldinum á fjallarevi eru 75 % av ullini rót (uml. 20 % av ullini á reyðrevi er rót), hetta ger, at hann kemur undan, hóast kuldin fer niður um -40 °C. Lívsháttur

. Tíkin leggur 5-6 hvølpar; onkuntíð 12. Revaparið alir hvølparnar, ið eru blindir, tvær fær fyrstu vikurnar. Tann fyrsta mánaðin eru teir í holuni ella tætt við. Føðin hjá pólrevi í Íslandi er fjølbroytt og lagað eftir árstíðini. Hann tekur fugl, egg og ungar teirra, bleikju og síl, nýlembd lomb, krækling, krabba og ræ, helst av fugli og reindjóri. Í Norðurrusslandi og Grønlandi er mesta føðin hjá pólrevi hálvhvítur læmingi, men sum ískoyti tekur hann tað, sum hann kemur fram á. Blá revur fær sær føðina við strendurnar og undir fuglabjørgunum, tað, hann har finnur av deyðum fiski, igulkerum, fugli, kræklingum og skriðkyktum, men hann leitar eisini eftir føði inni í landinum, til dømis eftir ungum og eggjum, haruungum, berum og skordýrum. Um veturin livir pólrevurin av frystum ræ. Pólrevar halda seg tveir og tveir ella einsæris. Teir makast í mars, og bæði ala hvølparnar upp. Tær fyrstu tvær vikurnar eru hvølparnir blindir, og teir verða verandi í holuni tann fyrsta mánaðin ella har á leið. Við strendur heldur blárevur seg á einum øki; harafturímóti hevur hvítrevur meira lyndi til at reika víða um eftir tí, sum stendur honum í boði úti á frostmýruni. Fíggindar hjá pólrevi eru m.a. haukur, úlvur, snjóugla, ørn og veiðifalkur. Pólrevur gongur kviðin í 7-8 vikur, og í løguni eru oftast 5-7 hvølpar, teir kunnu tó vera upp í 10-12, og teir verða lagdir í mai ella juni. Hvølparnir eru fullvaksnir, tá ið teir eru uml. 10 vikur gamlir. Pólrevur er kynsbúgvin, tá ið han er ársgamal, og, eru árini góð, leggur revtíkin, tá ið hon er ársgomul. 3 til 5 ár eru ímillum tey góðu læmingaárini, og hvussu gongst hvølpunum hjá pólrevi, veldst um hesi árini; góð læmingaár, góð pólrevaár. Hvítrevur leggur fleiri hvølpar enn blárevur, tí grundarlagið undir føðini hjá blárevi broytist ikki so nógv sum hjá hvítrevi. Pólrevur kann gerast upp í 8 ára gamal, men hann verður sjáldan eldri enn 4. Útbreiðsla og veiða

. Kortið vísir viðastu útbreiðsluøki í heiminum. Pólrevur er vanligt dýr um allan pólleiðina á øllum arktisku oyggjunum og á landøkjunum norðan fyri skógarmarkið. Blárevur er sermerktur oyggja- og strandarrevur; hvítrevur, harafturímóti, er upprunaliga frostmýrurevur. Hann heldur til inni í landinum og reikar hagar, hann sleppur eftir ísinum. 95 % av øllum revum í heiminum eru hvítrevar í t.d. Grønlandi, Kanada og í Alaska. Upprunaligi fjallarevurin verður hildin at vera komin innan av frostmýrunum seinni. Í Vesturgrønlandi er meiri blárevur, men í Eystur- og Norðurgrønlandi er størri parturin av pólrevi hvítrevur. Hann er sæddur á ísinum tætt við Norðpólin og miðskeiðis ímillum Grønland og Ísland, haðani hann upprunaliga man vera komin til Íslands. Í vestara helmingi í Íslandi er mest til av blárevi, men av øllum pólrevunum í Íslandi eru 68 % blárevar, t.e. sama býtið sum í Suðurgrønlandi. Sunnanfyri er hann suður á 53 °N í Norðuramerika og 65 °N í Siberia (Russlandi), og hann hevur ongantíð verið búfastur í Føroyum. Hóast pólrevurin í Norra hevur verið friðaður síðan 1930, eru bara eini 50 revar í stovninum. Nógvir granskarar hava undrað seg um, hví hesin lítli knái revurin ikki megnar at nøra seg. Villir pólrevar verða fangaðir og verða sleptir í eina alistøð, har teir fáa tann mat og tann frið, sum er so neyðugur fyri, at makingin skal eydnast. Hvølparnir verða so lagdir í friði og náðum, og so skjótt sum teir eru til reiðar, verða teir sleptir út aftur. Í Íslandi verður stovnurin eftir veiðuni at meta hildin at vera 2-3000 fjallarevapør. At stovnurin er minkaður hesi seinastu 50 árini, verður hildið at vera, tí at seyðahaldið er umskipað, soleiðis at færri seyðir doyggja úti um veturin. Tú kanst veiða so nógv av íslendskum revi, tær lystir, men síðani 1992 er íslendska stjórnin givin at lata samsýning fyri teir fjallarevarnar, ið skotnir verða inni í landinum, og samsýningin fyri fjallarev, ið er skotin í landinum annars, er 25 % minni enn nú. Veiðitíðin í Grønlandi er frá 16. sept. - 15. okt. til 19. mars - 14. apríl, alt eftir hvar í landinum tú ert. Í Íslandi verða 450 fjallarevar veiddir um árið og í Grønlandi 4-6000 revar, av teimum eru 3500 blárevar. 

Revagarðar hava verið bæði í Føroyum, Noregi, Íslandi og Grønlandi. Flokking. Umleið 10 vikur gamlir eru teir fullvaksnir. Tað eru eini 11 ymisk undirsløg. Reindýr. Reindýr (frøðiheiti: "Rangifer tarandus") er einasta hjartarslag, har bæði bukkurin og hindin eru hornut. Kalldýrið nevnist bukkur, og kvenndýrið hind. Rein stavar frá norrøna orðinum "hreinn". Reindýr eru í USA, Kanada, Noregi, Finnlandi, Mongolia og á bæði Íslandi, Svalbarði og Grønlandi. Bæði bukkurin og hindin kasta hyrningin einaferð um árið frá hávetri til tíðliga á sumri, men ikki samstundis, nær veldst um aldur og kun. Bukkurin hevur størri hyrning. Bæði hind og bukkur hava horn, eisini nevnd "hyrning". Bukkurin hevur fingið nýgnaddaðan hyrning aftur, tá ið tiðtíðin er í sept. Reindýr er morreytt um summarið, men gráhvítt um veturin, ljóst undir búkinum, randað við dimmari rípu. Halin er eisini hvítur og afturpartin. Feldurin er ógvuliga tættur, og nógv luft er í broddinum. Stórur bukkur vigar uml. 300 kg og er 140 cm upp á háryggin, men hindin er minni, hon vigar eini 80 kg. Kleyvarnar á reindýri er sterkt bygdar og kunnu spílast sundur, so at reindýrið betur fær gingið á bleytum lendi ella kava, og lagkleyvarnar standa í sporinum. 

Lívsháttur. Reindýr ganga í fylgjum. Um veturin eru øll saman; men um summarið eru bukkarnir í smáum fylgjum og hindirnar og kálvarnir í fylgjum. Reindýr ganga í fylgjum. Tey ynda tær víðu víddirnar undir landísinum. Stovnarnir vaksa og minka í stórum alt eftir, hvussu føðivánirnar eru tey ymsu árini. Reindýrini halda seg spjaddari um summarið, einsæris, bukkarnir í smáum fylgjum, og hindirnar við summarkálvum saman við kálvunum, ið kálvaðir vórðu árið fyri. Her berjast tveir bukkar um, hvør skal ráða. Tá ið líður ímóti riðtíð, taka reindýrini seg saman aftur, tey kunnu so halda saman allan veturin. Í Íslandi kappast reindýrini um vetrarføðina við rossini, sum liggja úti. Reindýr føða seg mest við øllum tøkum urtum, grasi og bløðunum av smárunnum. Skróvturra skón etur tað ikki um summarið, men um veturin og í vátveðri, tá ið skónin blotnar, er hon týdningarmikil føði. Riðtíðin er í september til oktober, hindirnar ganga kvidnar í hálvan áttanda mánað, so tær kalva í mai ella juni. Kviðin hind kastar ikki hyrningin, fyrr enn hon hevur kálvað, og tað gevur henni føðifyrimun. Hyrningurin hjá hindini er minni enn tann hjá bukkinum. Teir stóru bukkarnir skava, men so koma tær kvidnu hindirnar, ið enn bera hyrning, og reka teir burtur. Bukkarnir eru búnir at springa frá tí, teir eru hálvt annað ára gamlir, men teir sleppa sjáldan framat, fyrr enn teir eru fleiri ára gamlir, og tá hava teir fingið sær eitt fylgi av hindum. Bukkarnir eru ramligastir 8 ára gamlir. Útbreiðsluøki og veiða

. Reindýr eru í Kanada, Alaska, Aleut, Washington, Idaho, Noregi, Finnlandi, Íslandi, Sámalandi, Siberia, Russlandi, Mongolia og á bæði Svalbarði og Grønlandi. Í Grønlandi ella "Kalaallit Nunaat" er reinin á vesturstrondini frá Paamiuut til Upernavik, eisini í Inglefieldslandi, hagar hon verður hildin upprunaliga at vera komin úr Nunavut í Kanada. Reindýr hevur áður verið í Landnyrðingsgrønlandi, "rangifer tarandus eogroenlandicus", men hon doyði út seinast í 19. øld. Tær vóru minni og verða hildnar upprunaliga at vera komnar av Svalbarði í Noregi. Í 1952 vórðu reindýr flutt úr Noregi og slept á eina oyggj í Nuukfirði í Grønlandi. Hvørki í Føroyum ella á Íslandi hava nakrantíð verið vill reindýr, men tey hava fleiri ferðir verið slept í Íslandi, fyrstu ferð í 1771 (3 úr Finnlandi á Hlíðarenda í Fljótshlíð), aðru ferð í 1777 (23 úr Noregi á Hvaleyri við Hafnarfjørð), aftur í 1784 (35 úr Finnlandi á Eyjafjørð), og seinast í 1787 (35 úr Finnlandi á Vopnafjørð). Nú eru reindýrini á Eysturlandinum, mest eystanfyri Vatnajøkull og í ein landnyrðing úr Vatnajøkli. Stívliga 3000 reindýr eru í Íslandi í juli 2013. Tann uppslepti reindýrastovnurin í Eysturgrønlandi trívist yvirhøvur væl og var 118.000 dýr í 2010 Stovnurin er fyri stórum broytingum, tí at hagin verður ov nógv bitin, og tí at vánalig ár hava verið uppímillum, t.d. minkaði stovnurin ógvisliga í 1980-árunum. Allastaðni, har ið reindýrið heldur til, verður lendið uttanum friðað. Tá dýrini hava bitið alt niður og flyta til nýggj øki, flytur friðingin við. Av tí at afturgongdin tey seinastu 30 árini hevði verið so stór, vórðu vill reindýr alfriðað í Vesturgrønlandi frá 1. august í 1993. Fyri hetta var veiðitíðin í Vesturgrønlandi 1. aug. til 1. okt. og í Norðurgrønlandi 1. sept. til 1. nov. Ongantíð skuldu fleiri dýr verða veidd, enn etin vórðu, t.e. 10.000-20.000 tom reindýr um árið til fólkamat. Í Íslandi verða 500-1000 reindýr skotin um árið til matna, tey eru tó løgd undir kvotu, sum verður ásett á hvørjum ári. Veiðitíðin er 1. aug. til 15. sept. Reindýraskinn er heitasta tilfar, sum til er, til soviskinn. Fram við Íshavinum í Vestursiberia tíðnar kavin ógvuliga seint; har er frost einar 8 mánaðir av árinum, og jørðin er altíð botnfryst, so vatnið sleppur ikki at seta niður ígjøgnum; har eru tí stórar mýrar við nógvum vøtnum; hesar mýrarnar nevna russar "tundra". Hópur av reindýrum gongur í mýrunum. Ofta eru tey illa stødd av mýggjabitum, sum stinga so illa, at tey vita sær einki til ráða at taka uttan leypa á áir og vøtn og liggja har í langa tíð, bert múlanum uppundan. Fólkið, sum býr har norðuri í Vestursiberia, nevnist samojedar; teir liva fyri tað mesta av reindýrahaldi og reindýraveiðu. Sámar hava búð í Sápmi síðan okkara tíðarrokning byrjaði. Hesi fólkini hava eisini veitt reindýr í øldir. Teir vóru friðarlig veiðifólk, ílatin reinskinnklæði, sum fluttu stað úr stað. Undirsløg. 16 undirsløg finnast. Dømi um útdeyð undirsløg eru bæði rangifer tarandus dawsoni úr Graham Island í Kanada og rangifer tarandus eogroenlandicus úr Grønlandi. Rogier Blokland. Rogier Philip Charles Eduard Blokland (f. 16. februar 1971 í Dordrecht) er niðurlendskur málvísindamaður og professari í finsk-ugriskum á universitetinum í Uppsala. Lívsleið og gransking. Blokland las á universitetinum í Groningen, tók magistaraprógv í 1997 og doktaraheiti í 2005 við Cornelius Hasselblatt. Aftaná starvaðist hann sum dosentur, gestadosentur og vísindaligur medarbeiðari á ymiskum universitetum, millum annað í Tallinn, Tartu, á Ernst-Moritz-Arndt-universitetinum í Greifswald og á Humboldt-universitetinum í Berlin. Frá 2005 til 2006 var hann í starvi í professaraembætinum í finsk-ugriskum málum (Cornelius Hasselblatt) í Groningen og frá 2009 til 2010 røkti hann professaraembætið í finsk-ugriskum/uralskum (fyrr Eugen Helimski) á universitetinum í Hamburg. Í 2011 tók hann við starvinum sum amanuensis í professaraembætinum í finsk-ugriskum málum (Elena Skribnik) á Ludwig-Maximilians-universitetinum í München. Í 2014 varð Rogier Blokland settur í professaraembætið í finno-ugriskum málum á stovninum fyri samtíðarmál á universitetinum í Uppsala. Undan honum starvaðist Lars-Gunnar Larsson í professaraenbætinum. Granskingaráhugamálini hjá Blokland eru tey eystursjóvarfinsku, permisku og sámisku málini, har ímillum tekst hann serliga við málføri og skjalfestingar. Anna Maria Olsen. Anna Maria Olsen er ein føroysk songkvinna. Hon var ein av limunum í kvinnutónleikabólkinum Divaz til bólkurin skifti navn til Flamma, tá var hon ikki við longur. Hon gav út sína fyrstu fløgu í egnum navni í oktober 2014, tá fløgan Sálareygað kom út. Talan er um eina fløgu við tólv sálmum á føroyskum, sum Anna Maria hevur sungið í Vesturkirkjuni, har upptøkurnar fóru fram. Pápi hennara, tónasmiðurin Knút Olsen, hevur gjørt nøkur av løgunum á fløguni og spælir harmoniku á fløguni. Finnur Hansen stóð fyri upptøkunum og spælir eisini okkurt ljóðføri, meðan Leif Hansen spælir orgul á fløguni. Anna Maria syngur við á fløguni Haldurs Cafe, og ein av sangunum á fløguni Asbest hjá Mpiri. Hon hevur eisini sungið saman við Jens Marna Hansen, t.d. sangin You'r the Greatest, sum finst sum videolag á Youtube, tað er BenHan Studios, ið hevur gjørt videofilmin til lagið. Anna Maria er systir Jensinu Olsen. Tær báðar hava sungið saman m.a. í sendingini Mælt hjá Kringvarpinum, har tær sungu sangin Men lívið lær. Heiður. 2011 - Tilnevnd Planet Awards Knút Olsen. Knút Olsen (føddur í Sandavági 20. november 1945) er ein føroyskur tónasmiður, tónleikari, organistur og lærari. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969 og hevur verið lærari í Hvalvík, Leirvík, Tjørnuvík og í Tórshavnar kommunuskúla. Hann hevur fingist nógv við tónleik og er framvegis virkin bæði sum tónasmiður og tónleikari. Meðan Jógvan Waagstein og Hans Jacob Højgaard áttu mesta partin av føroysku løgunum, sum vóru skrivað í fyrra helmingi av 20. øld, eigur Knút bróðurpartin av tí, sum skrivað er seinastu 30 - 40 árini. Harvið kann sigast, at Knút í tónleikasøguligum høpi hevur útfylt eitt tónleikaligt tómrúm, sum var í føroyskum sangi frá miðskeiðis i sjeytiárunum. Sjálvt um stílurin hjá Knúti er siðbundin, og fyrimyndinar eru at finna í skandinaviskari, serliga danskari lagaskriving, so hevur tónasmiðurin skapað sín heilt egna stíl, sum han varðveitir í nærum øllum sínum løgum. Umframt at skriva løg til meira verðsligar tekstir hevur Knút eisini skrivað hópin av sálmaløgum. Fleiri av teimum eru vorðin fastur partur av føroyskum sálmasangi. Knút hevur eisini skrivað nógv løg til barnasangir, og í 1998 fekk hann Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs. Tá segði nevndin soleiðis: "Knút Olsen hevur í verki sýnt gott oyra og listarligt snildi at gera løg til føroyskar barnarímur og yrkingar. Løgini rigga væl til tekstin og fáa fram sangfýsni barnanna". Knút er faðir Jensinu Olsen og Annu Mariu Olsen, ið báðar eisini fáast við tónleik og eru songkvinnur. "Tey eru leikandi løtt, ljós og so einføld, at tað er sum at tú altíð hevur kent tey. Løgini hjá Knút Olsen eru lívsjáttandi. Tú kanst ikki hugsa tær, at nøkur onnur løg hóska betri til hesar yrkingar. Og tað er ikki einfalt at gera slík løg!" Korn. Korn er vanligasta landbúnaðarvøran til mannføði. Eitt korn er eitt fræ. Umframt vanliga grasið eru kornsløgini eisini grassløg. Tey trý týdningarmestu kornsløgini eru mais, rís og hveiti. Tey verða velt í nøkunlunda somu nøgd. Vórðu tey javnt býtt til hvørt mansbarn á foldum, høvdu 80 kg verið í part av hvørjum slagnum. Týdningarmesta kornslagið eftir mais, rís og hveiti er bygg. Heimsframleiðslan av henni er minni enn helmingurin av tí, ið dyrkað verður av hvørji av teimum trimum undannevndu. Rugur og havri hava upp aftur minni týdning. Teir verða í høvuðsheitum nýttir til dýrafóður. Tropisku kornsløgini durra og hirsa verða harafturímóti í høvuðsheitum nýtt til mannaføði í Afrika og í Asia, og har eru tey stórur partur av føðini. 
Kornsløg, ið verða allýst sum fullkorn eru hveiti, rugur, bygg, havri, rís og hirsi. Gluteninntoleransa (cøliaki) er ein lutfalsliga vanlig sjúka. Fólk við cøliaki tola ikki matvørur, sum innihalda gluten, og kunnu gerast sera sjúk av hesum. Gluten finst í øllum teim vanligastu sløgunum av korni – rugi, bygg, hveiti og havra, og er sostatt at finna í sera nógvum matvørum. Rís. Rís er eitt kornslag. Tvey sløg eru: mýrirís og fjallarís. Mýrisrísið hevur nógv størra týdningin. Mýrisrís er aðalkosturin hjá millum triðjingi og helmingi av heimsins íbúgvum. Tí er rís eitt sera týdningarmikið kornslag. Rís skal hava í minsta lagið 21 ºC í meðal teir fimm vakstrarmánaðirnar, og tí veksur hetta helst í subtropunum og tropunum. Vanliga verður rísið sáað í teigum, og meðan sáðið spírar, verður markin gjørd til reiðar. Hon verður pløgd, taðað og sett undir í vatni. Síðan verða smáu rísplanturnar settar niður. Hetta er hart arbeiði, sum so at siga allastaðni enn verður gjørt av mannahondum. Alla vakstrartíðina skulu markrnar standa undir í vatni, og tí eru lágir vallgarðar uttanum tær, sum forða vatninum at renna frá. Eftir fimm mánaðum er rísplantan fullvaksin, og tá verður vatnið veitt burtur, meðan rísið búnast. Heystingin verður nógvastaðni enn gjørd í hond. Hetta er serliga galdandi fyri sera tætt fólkaðu økini í Asia, har illa ber til at t.d. nýta maskinur, tí markirnar eru so smáar, og ei heldur eru ráðini at keypa amboð. Uml. fýra fimtapartar av heimsins rísi verður velt í Asia. Týdningarmestu vakstrarøkini eru t.d. við Ganges í bæði Bangladesj og India, í ósalendinum við Yangtsekian í Kina, Reyðu Ánna í Vjetnam, Mekong í Kambodia, Irrawaddy í Myanmar og lágu strandarslættarnir í Indonesia. Onnur rísøki av týdningi eru Podalurin í Italia, Mississippiósin í Arkansas og Nildalurin í Egyptalandi. Meðan flest øll onnur kornsløg bæði verða nýtt til mannaføði og til dýrafóður, verður rísið so at siga einans nýtt til mannaføði. Hveiti. Hveiti er eitt kornslag. Tvey høvuðssløg eru, summar- og vetrarhveiti. Vetrarhveiti verður sádd um heystið, summarhveiti um várið. Vetrarhveitin kastar mest av sær, men tá ið vetrarnir eru alt ov kaldir, kann sákornið misfarast av frosti. Tí er tað vandin fyri baldrutum vetrum, ið ger av, hvat slagið ið velt verður. Hveiti veksur allastaðni, har hitin heitasta mánaðin kemur upp á 17 til 18 ºC, og har í minsta lagi 30 cm av avfalli koma niður í vakstrartíðini. Men mesti parturin av allari hveiti verður veltur í tempraðum og subtropiskum øki millum 30º og 50º á norðaru jarðarhálvu, og millum 30º og 40º á sunnaru. Inni í landinum í USA, t.d. í Nebraska og Oklahoma, eru akrar so langt eygað sær. Mest verður dyrkað av hveiti. Landbúnaðurin er sera framkomin. Henda ovurhonds nógva grøðin verður mest dyrkað á teimum víðu fløtunum í Miðvestri, millum ánna Mississippi og Klettafjøll. Í nógv túsund ár eru fræ úr teimum bestu plantunum vald burturúr. Í USA er komið fram til serligt hveitislag, sum stendur ímóti bæði soppum og skordýrum, og eisini fruktar væl. Á fløtunum í USA, Ukraina, Argentina, Kina, Russlandi og Australia verður velt ekstensivt við stórum maskinum og lítlari arbeiðsorku. Vanliga er tað so har, at hveiti verður velt á sama stað ár undan ári. Í tættari bygdum økjum í Pakistan, Eysturevropa, India og Kina verður hveitin dyrkað intensivt. Tá verður nógv arbeiðsorka løgd í smærri markir og í skiftisvelting við annan gróður, t.e. at skift verður millum hviti og ymiskan annan vøkstur. Á tann hátt verða evnini í jørðini nýtt betur, og vandin fyri sjúkum minkar. Mais. a> eru akrar, so langt eygað sær. Kornsløgini, teir dyrkað, eru m.a. bygg, havri, hveiti og mais. Mais er eitt kornslag, og víða hvar í verðini hevur mais stóran týdning. Hon veksur við næstan somu treytum sum hveiti. Mais krevur tó eitt sindur meira hita. Ilt er at seta tøl á, tí nógv eru sløgini, og tey eru sera ymisk, tí tey hava lagað seg til ymisk vakstrarlíkindi, ella eru líkindini lagað til teirra. Eitt nú eru tey maissløg, sum vaksa í Danmark, krossað av øðrum maissløgum og soleiðis tillagað vakstrarlíkindunum í Danmark. Mesta maisøkið er tó í landslutunum Iowa, Illinois og Wisconsin í USA. Onki land flytur út so nógva maisi sum USA og har verður velt meira enn helvtin av øllum maisi í heiminum. Har veksur umleið helmingurin av heimsins mais. Mesta fólkið í t.d. Iowa livir av jørðini. Har vaksa m.a. bæði mais og hveiti. Bøndurnir velta óføra nógv av mais; einki land í USA heystar so nógva mais sum Iowa. Tað mesta av korninum verður selt til onnur lond. Óføra væl fruktar á fløtuni í Iowa; har veksur t.d. bæði mais og hveiti. Á slættlendinum í USA velta teir eisini t.d. havra, rug og hveiti; summir bøndur hava eisini víngarðar. Har kann sigast, at jarðarbrúkið er fjøltáttað, og tríggir fjórðingar av maisini verðar nýttir til djórafóður. 

Sama mannagongdin er í t.d. Argentina í Suðuramerika, har maisin verður dyrkað millum býirnar Rosario, Bahia Blanca og Buenos Aires. Eisini har verður maisin nýtt at fita neytini av fløtunum vestanfyri. Úr Argentina verður nógv mais eisini seld til djórafóður til m.a. Norðuramerika og Vesturevropa. Mais skal hava nógvan sól at vaksa og búnast. Jógvan í Skorini. Jógvan í Skorini (føddur 9. august 1986 á Eiði) er ein føroyskur lærari og politikari (Tjóðveldi). Han hevur verið borgarstjóri í Eiðis kommunu síðan 1. januar 2013, og gjørdist tá Føroya yngsti borgarstjóri. Jógvan í Skorini hevur undirvíst í skúlunum á Oyrarbakki og í Hoyvík. Sionisma. a> (1860-1904) í "The Jewish Chronicle" 17. januar 1896. Sionisman (á hebraiskum ציונות‎), ið er uppkallað eftir fjallinum Sion, arbeiddi fyri at seta á stovn ein jødiskan stat, ið skuldi staðfesta politisku, mentanarligu og trúarligu sjálvstøðu jødanna. Longu í 1800-talinum vóru stórir trupulleikar: jødar vórðu ikki javnsettir við onnur í samfelagnum, sjálvt um teir royndu at laga seg eftir teimum umstøðum, teir livdu undir. Serliga var hetta galdandi í Eysturevropa og í Russlandi, har jødar vóru fyri álvarsligum ágangi. Hetta gjørdi sítt til, at longsulin eftir einum jødiskum heimlandi kyknaði teirra millum. Av hesum spretti ein politisk rørsla, sionisman. Eysturríkski jødin Theodor Herzl skrivaði í 1895 bókina "Tann jødiski staturin" (upprunaheiti "Der Judenstaat"), har hann viðger, hvussu neyðugt tað er, at jødar fáa sítt egna heimland. Hann staðfestir, at best hevði verið, um hesin statur kundi verið í Palestina, men annars kundi hann eisini verið aðrastaðni. Nevnd verða fleiri støð, m.a. Sinaihálvoyggin. Fyrst í 1920-árunum vóru nógvir jødar í Russlandi og Evropa fyri atsókn, og eini 17.000 lótu lív. Nógvir ungir jødar rýmdu tá úr Russlandi til Ísrael, har teir vónaðu at kunna liva í friði og frælsi. Jødar fóru hugaliga í gongd við at dyrka landið, og teir vóru væl móttiknir. Men longu í 1929 hoyra vit um stríð millum arábar og jødiska niðursetufólkið. Kol. a>, harðasta kolslag,ið er til. Av tí at antrasitti er meiri kolevni, tað hitar betur og rýkur minni enn nakað annað kolslag, er antrasitt virðismesta kolið, ið til er. Kol er eitt slag av legugrýti, ið stavar frá steinrunnum í plantuleivdum. Kol hevur verið høgt líka síðan miðøld; í Føroyum tó síðan 17. øld. Nøkur nám, sum tey føroysku, eru opin út í lendið, men aðrastaðni liggja tey flestu námini langt undir jørð. Nú á døgum verður nógv framkomin útgerð nýtt í flestu kolanámum í t.d. USA og Evropa. Kol liggur ofta í lindum millum aðrar jarðlindir. Í Suðuroy eru flestu staðir tvær kolalindir, við leirlindum bæði undir, yvir og ímillum. Skilt verður millum tvey sløg av føroyskum koli, strípukol og nýrakol. Fólk hava í øldir brent kol til matgerð og hita. Alla 19. øld var kol størsta orkukeldan í heiminum. Dampmaskinurnar, ið elvdu ídnaðarkollveltingina, vóru kolfýrdar. Enn verður nógv kol brent, eisini í elverkum at gera streym. Kol er eisini týdningarmikið ráevni í mongum ídnaði, serliga stál- og jarnídnaði. Kol er uml. 80 til 90 % reint kolevni ella karbon. Tað verður eisini nevnt steinrunnið brennievni, tí tað er komið av plantum, sum vuksu fyri nógvum mió. árum síðan. Í føroyskum koli eru m.a. leivdir av ovurstórum furutrøum, sum vuksu her fyri einum 50 mió árum síðan. Enn er nóg mikið av koli til orku í mong hundrað ár aftrat. Men mong stúra, tí kol dálkar illa, tá ið tað verður brent. Liggur kolið ovarlaga, verður tað brotið í opnum námum. Fyrst verður grivið omanav, og so verður kolið brotið. Men oftast liggja kolalindirnar so djúpt, at hetta ikki ber til. Tá verður ein gong grivin niður á kolið, og síðan verður grivið inn eftir kolalindunum. Væl inn í okkara øld varð kol mest nýtt at hita upp við og at kynda undir guvumaskinum í verksmiðjum, skipum og tokum. Seinastu tíðina hava diesel- og olja-motorar tikið yvir. Nú hevur kol trý høvuðsnýtsluøki: sum brenni í hitakraftverkum, at bræða jarn við og sum ráevni í karbokemiska ídnaðinum, t.v.s. at vinna úr tí ymiskar evnafrøðiligar sambindingar, sum verða nýttar at gera t.d. oljur, litevni, plast, sproytievni, kunsttøð, o.a. Upprunin til kol

. Kolið, vit brenna, er fleiri millióna ára gamalt. Tað er komið til fornum gróðri á okkara leiðum í einum heitum og gróðrarmiklum tíðarskeiði í jarðarsøguni. So hvørt sum fræ, leyv, deyðar greinar og viðarbular savnaðust í skógarlendinum, kom rot í. Sum frá leið, kom hetta tilfar undir farg av tyngdini á grótinum, sum legðist omaná, vatnið varð kroyst burtur úr tí, og so við og við gjørdist tað fyrst til mógv og seinni til kol, sum treytað av hvussu høgt trýstið og hitin hava verið, verður flokkað í fimm ymisk kolasløg. Fyrsta kolið var sumstaðni til longu fyri 300 mió árum síðan. Trø og plantur skolaðu við ánni út í vatnið, og lógu seinni undir í runu. Tá ið planturnar tornaðu so líðandi í rununi, vórðu tær til mógv. Turkaður mógvur verður torv. Føroyingar skóru nógv torv fyrr. Nakað av mógvinum gjørdist av trýsti og hita til brúnkol. Brúnkol varð m.a. høgt í Jútlandi Seinna heimskríggji. Føroyska kolið er á markinum ímillum steinkol og brúnkol. Í Suðuroy hava teir høgt kol í Randabotni og í Hvalba. Teir góvust í Rangabotni í 1970, men í Hvalba verður høgt eitt sindur enn. Í mong hundrað ár máttu menn høgga kolið við hond. Nú brúka teir trýstluftborar og teldustýrdar gravkýr. Fólk hava, har sum kolið er, í fleiri túsund ár havt kol til brenni. Tey funnu kolamolar í homrum og bóru til hús. Men tey høgdu ikki kol, sum tey gera nú. Bretar vóru fyrstu menn, sum fóru at høgga kol at selja; tað var fyrst í 18. øld. Kolið varð selt til húsbrúk í teimum stóru býunum. Seinast í 18. øld kom trongdin eftir koli at økjast, tí tá var dampmaskinan, sum gongur við koli, tikin í nýtslu í ídnaðarhúsum, smiðjum og vevstovum um alt landið. Tá fóru menn av álvara at grava seg niður í jørðina eftir koli, og kolagrevstur kom at vera ein týðandi táttur í tí enska búskapinum. Kol hevur til okkara dagar verið høvuðsbrenni í heiminum, men verður nú meira og meira otað burtur av gassinum og oljuni. Aluminium. Aluminium (symbol Al) er tað metalið, mest er av í jarðarskorpuni, t.d. er tað í leiri. Kortini eru ikki meira enn 200 ár síðan, farið varð at útvinna og nýta tað. Danski evna- og alisfrøðingurin Hans Christian Ørsted (1777-1851) fann og gjørdi aluminium í 1824. Í fyrstuni var aluminium ógvuliga dýrt, og tað varð hildið at vera fínari enn bæði silvur og gull. Aluminium er lætt, ljósagrátt metal. Tað verður nógv brúkt nú á døgum. Vit brúka tað t.d. til grýtur og pannur, til húsatekjur, til íløt at hava øl og sodavatn í og til alufilm, sum vit pakka mat í. Aluminium hevur nakrar frálíkar eginleikar, sum hava gjørt tað mest nýtta metalið í okkara tíð. Tað er sera lætt, tað rustar ikki og tað er lætt at arbeiða við. Aluminium er eisini góður elleiðari, tað vigar lítið or tærist ikki lættliga. Tað verður nýtt til orkuflutning, í bilum, í bygningsídnaðinum og brúkaravørum annars, til dømis í grýtum og vaskimaskinum. Týdningarmesti aluminiumsmálmurin er eitt leirslag, sum eitur bauxit. Tað hevur fingið navnið av franska býnum Les Baux, har tað fyrst varð funnið. Nú kemur helmingurin av bauxittinum úr Kina og Avstralia. Fyrr varð aluminium nógv brúkt í flogídnaðinum at gera flogfør úr, men nú brúka tey heldur titan, tí tað er eisini lætt, og so er tað nógv sterkari enn aluminium. Titan verður brúkt til fylgisveinar, rakettir og rúmdarfør. Útvinningin er í tveimum umførum. Fyrst verður málmurin knústur, síðan verður hann vaskaður og viðgjørdur evnafrøðiliga til at fáa ilsku burtur. Tað, sum eftir er, er alumina, sum er aluminium og oxygen. Undir hesi tilgongdini minkar vektin við einum helmingi. Tí verður hetta gjørt, har ráevnið verður útvunnið. Aluminiumið og oxygenið verða sundurskild við elektrolýsu. Tá verður streymur sendur gjøgnum ein tanga við bræddum alumina. Aluminiumið verður tá drigið at negativa pólinum og oxygenið at tí positiva. Til hetta nýtist nógvur streymur, og tí eru hesi aluminiumsvirki vanliga løgd, har bílig vatnorka er at fáa, eitt nú í Noregi og í Íslandi. Aluminium bráðnar við 660,3 ºC. Bummull. Bummull er ársplanta og verður umleið hálvanannan metur høg. Fruktin er eitt hylki við svørtum fræ, og úr frænum ber til at vinna olju. Á hylkjunum eru hvítar tægrir, sum kunnu nýtast til klæði. Bummullarplantan setur tær treytir til vakstrarumhvørvið, at hitin er omanfyri 22 ºC í vakstrartíðini, sum er uml. 200 dagar. Avfalsnøgdin skal vera millum 60 og 100 cm í vakstrartíðini. Er hon minni, er neyðugt at veita vatn á. Í búningartíðini og tá ið hon verður heystað, tørvar henni nógva sól og turrveður. Bummull verður dyrkað bæði í subtropiska og tropiska økinum. Í tropunum verður hon sáað, beint áðrenn regntíðin byrjar. Í subtropunum verður hon sáað um várið. Alla vakstrartíðina skal lúkast, og planturnar skulu sproytast móti skaðakyktum. Bummullin skal heystast, fyrsta ið hylkini sprotna, tí ullin spillist, kemur hon undir regn. Best er at taka bummullina við handmegi, tí tá ber til at taka óbúna frukt standa eftir til seinni. Men avtøka av trælahaldi og høgar lønir hava havt við sær, at í USA eru gjørdar maskinur at heysta hylkini við. Tá ið bummullin er heystað, skal fræið skiljast frá ullini. Hetta verður gjørt við maskinum. Síðan verður ullin send á spunavirkini, har hon verður spunnin og síðan vovin til bummullarklæði. Úr fræunum verður pressað olja, sum verður nýtt til matolju og margarin. Pressaða fræið verður nýtt til dýraføði. Gamla bummullarlandið er Suðurríkini í USA (t.d. í Georgia og Alabama), takkað veri bíligari arbeiðsmegi í trælatíðini. Tá varð bummullin serliga velt í landsynningsstátunum, men vegna niðurpíning av jørðini og trupulleikar við snultiklukkum er framleiðslan alsamt flutt longur vestur. Seinastu árini hava bæði India og Kina kappast við USA um fyrstaplássið. Aðrir stórir framleiðarar eru Pakistan, Brasil, Usbekistan og Turkaland. a> varð minni spunnið á rokki. Maskinurnar, sum bretar høvdu uppfunnið, komu ístaðin. Fyrsta vøran, sum maskinurnar gjørdu sjálvar, var klæði úr bummull. Fyrstu verksmiðjurnar vóru vatnmyllur, sum gjørdu klæði úr bummull. Har var nógvur gangur, og maskinurnar vóru vandamiklar. Har arbeiddu helst børn og konufólk, tí tey fingu minni í løn enn menninir. Í Miðamerika, Suðuramerika og India hava tey dyrkað bummull í mong túsund ár. Bummullin varð fyrst spunnin til tógv og síðan vovin til klæði. Grikkar fluttu í árinum 325 f.Kr. bummull úr India til londini við Miðjarðarhavið. Bara ríkir grikkar og rómverjar høvdu ráð at ganga í bummullklæðum. Í 8. øld høvdu spaniólar lært seg at dyrka bummull. Arábar høvdu valdið í Spania um hetta mundið, og spaniólar høvdu sæð, hvussu teir gjørdu. Sum tíðin leið, fóru fólk norðari eisini at ganga í bummull-klæðum. Tá ið ullin fór at tróta í Stóra Bretlandi í 19. øld, keyptu teir ull úr øðrum londum. Um syðru Mississippi-leiðina í USA vaks nógv bummull; hana keyptu bretar heim at virka til klæðir. Aðrir menn spunnu bummull, men bretar fingu av tí ráliga veðurlagnum tann fínasta tráðin og tí tey bestu pløggini. Bummullin varð uppskipað í Liverpool, og verður tað enn, tí komu tey størstu bummullsvirkini at standa um Liverpool-leiðina. Stóra Bretland fekk óarbeidda bummullvøru úr teimum stóru lundunum í t.d. Alabama. Henda bummullvøran varð so tilgjørd og seld í Evropa. 

Í bummull-lundunum í USA arbeiddu trælir. Framleiðslulond. a>. Henda vøra er bílig, tí lønirnar í India eru lágar. Myndin omanfyri er tikin í India í 2005. Fólkalýðveldið Kina framleiddi 6,6 milliónir tons av bummull í 2011 og var harvið heimsins størsti framleiðari. Aðrir stórir framleiðarar eru India (næststørsti framleiðarin), USA (3.), Pakistan (4.) og Brasil (5.). Sambandsríki. Eitt sambandsríki ella samveldisríki er, at londini eru skift sundur í fleiri ríki. Hesi ríki hava egið lóggávuvald og senda umboð til sambandstingið, so at øll kunnu verða við at gera av, hvussu landið skal verða stýrt. USA, Týskland, Russland, Sveis, Brasil, Avstralia og Kanada eru dømi um sambandsríki. Tá hava einstøku landslutirnir hvør sína stjórn, og har kann verða lóggivið á ávísum økjum. Eitt nú kann vera loyvt at koyra bil 16 ára gamal í einum landsluti, men tú skalt vera 18 ára gamal í einum øðrum. Í USA ráða ríkini sjálv í sermálum, tey eru t.d. ríkisløgregla, vegakervi, útbúgving, íbúðarmál og sjúkrahúsfyrisiting. Harumframt er ein sambandsstjórn, sum ger tær lógir, ið galda skulu um alt sambandsríkið. Felagsmál, sum sambandsstjórin í USA ræður fyri, eru t.d. verjumál, uttanríkispolitikkur, tjóðargarðar, gjaldoyra og heilsuverk. Onkuntíð er ósemja ímillum summi ríki og sambandstingið. Í Quebec í Kanada, har fólkið talar franskt, hevur til dømis sterk tjóðskaparrørsla tikið seg upp. Kakao. Kakaoplantan hoyrir til í tropiska regnskóginum. Árshitin skal í meðal vera umleið 25 ºC og helst ikki víkja frá meira enn 10 ºC hvønn vegin. Avfallið skal vera uml. 200 cm, væl javnað alt árið. Fruktin á kakaotrænum er eitt uml. 20 cm langt hylki. Í hylkinum liggja kakaobønirnar við fruktkjøti uttanum. Tá ið hylkini eru tikin, verða tey klovin, og fruktkjøt og bønir verða løgd út at turka í sólin. So skorpnar fruktkjøtið burtur, og bønirnar gera og missa beiska smakkin, sum annars er at teimum. Síðan verða bønirnar reinsaðar og fyltar í sekkir, lidnar til útflutnings. Í innflutningslondunum verður fitievnið vunnið úr bønunum. Tað verður m.a. nýtt til smyrsl. Av tí, sum eftir er, verður gjørt kakaopulvur, soleiðis sum vit kenna tað. Týdningarmestu kakaolondini í 2012 eru Fílabeinsstrondin, Indonesia, Gana, Nigeria, Kamerun, Brasil og Ekvador. Paulus ápostul. Paulus ápostul við svørði sínum. Bókin vísir til skriftirnar, og svørðið kann merkja, at Paulus varð dripin við svørði. Paulus ápostul (f. 10-5 f.Kr. í Tarsus, d. 67 e. Kr. í Róm), eisini kent sum Paulus úr Tarsus (á grikskum Σαῦλος Ταρσεύς), verður tann ápostulin, sum fyrst og fremst fær tann kristna boðskapin út í nógv lond og til nógv fólkasløg. Paulus ápostul æt upprunaliga Sául ella Saulus (hebraiskt: שָׁאוּל). Eftir at hann tók við kristnari trúgv, broytti hann navnið til Paulus. Páll æt hann fyrr, sum orðið pálsmessa sýnir. Kall Paulusar var at kunngera evangeliið millum heidningarnar. Paulus er m.a. kendur fyri tær mongu kristnu samkomurnar, han læt stovna í londunum við Miðjarðarhavi. Tað var eisini í hesum sambandi, hann skrivaði síni mong brøv; Nýggja Testamenti hevur 27 ymiskar bøkur og brøv. Av hesum standa 13 brøv í Paulusar navni. Kjak er um, Paulus hevur skrivað øll hesi brøv­ini, tí tá í tíðini var vanligt at skriva tekstir í navninum á persón­inum, sum var íblásturin til tekstin. Brøv Paulusar geva okkum eina góða mynd av teimum fyrstu árunum hjá kristnu kirkjuni. Hesi brøv verða hildin at vera tann elsti parturin av Nýggja Testamenti. Saulus, sum seinni fekk navnið Paulus, var uttan iva ein av teimum sum, eftir at Jesus var farin til himmals, hevði størstu ávirkanina á kristnu boð­anina og tulkingina av kristni trúnni. Lív hansara og tað, sum hann skriv­aði, er vorðið nógv granskað. Fólk hava kjakast um tað, og tað hevur eisini verið brúkt til andaligan íblástur. Tað, vit vita um Paulus, er frá brøvum hansara og Ápostlasøguni. Tann seinna helvtin av Ápostlasøguni snýr seg mest um Paulus. Hann var føddur í Tarsus, einum lítlum býi við Miðjarðarhavið á suðurstrond Lítla Ásia. Í dag er Tarsus ein bygd í Turkalandi. Paulus livdi um somu tíð sum Jesus. Foreldur hansara vóru jødar. Vit vita, at Paulus var væl lærdur maður, og helst hevur hann lært at lesa jødisku bíbliuna, Tora, í sýnagoguni. Paulus sigst hava verið lítil á vøkstri, skallutur og hjólbeintur, og hann hevði langa smala nøs. Eygnabrýrnar vóru nærum samanvaksnar. Eingin veit við vissu, hvussu Paulus doyði, men sannlíkt er, at hann varð hálshøgdur í Róm í 67 e.Kr., dømdur til deyða fyri trúgv sína. Uppvøksturin í Suðurturkalandi

. Hildið verður, at Paulus varð føddur í býnum Tarsus í Lítla Ásia í 5 f.Kr., har sum hann eisini vaks upp. Tarsus var ein vakur og mætur býur. Í dag er Tarsus ein bygd í Suðurturkalandi. Paulus var jødi, men var eisini føddur rómverskur borgari. Paulus hevði jødiska navnið Saulus. Hann var kallaður upp eftir kong Saul, sum var fyrsti jødiski kongurin. Familjan hoyrdi til diasporajødarnir, tað vil siga, teir búðu uttanfyri Ísrael. Paulus varð kallaður Saul, men tá ið hann byrjar tænastu sína í millum heidningarnar, nýtir Lukas navnið "Paulus". Familjan hevði rómverskan borgararætt. Hóast Paulus sum ungur livdi í einum jødiskum umhvørvi, kendi hann bæði ymiskar mentanir og átrúnaðir. Tarsus var tá, sum aðrir stórir býir í Miðalhavsøkinum, kendur fyri mentanarligt og átrúnaðarligt fjøl­broytni. Paulus varð føddur inn í eina hellenistiska mentan, sum er ein griksk mentan. Hetta var veruleikanum ein tíð, tá grikskt varð blandað við rómverska og orientalska mentan. Eins og í dag var eisini eitt slag av átrúnaðarligari pluralismu í Tarsus. Paulus var eisini fariseari. Longu sum ungur fór hann til Jerúsalem at út­ búgva seg sum skriftlærdan hjá lærumeistara sínum Gamaliel. Útbúgvingin í Ísrael. Paulus var ein rætttrúgvandi fariseari. Sum ungur kom Paulus í læru hjá Gamaliel, einum skriftlærdum manni í Jerúsalem. Her fekk hann innlit í alt Gamla Testamenti (Tora) og aðrar jødiskar siðvenjur. Hann skuldi verða rabbini, átrúnaðarligur lærari í sýnagoguna. Uppgávan hjá rabbinum er at vera kønir í Móselógini og at læra aðrar jødar, hvat teir kunnu gera og ikki. Paulus kann hava verið í Jerúsalem um somu tíð, sum Jesus, men tað er ikki sannlíkt, at teir hittust, ella at Paulus hevði áhuga í lívi hansara. Fyri Paulus var Jesus óivað bara ein av teimum mongu ferða­prædiku­ monn­unum. Møguliga hevur hann heldur ikki havt áhuga í ella vitað av krossfestingini, tí hetta hendi so ofta. Paulus var ein raskur næmingur og hevði gott skil á skriftunum í Gamla Testamenti, og kom hetta honum væl við, tá ið hann eftir umvending sína kundi vísa á, hvussu boðað hevði verið um komu frelsarans feiri ferðir í Gamla Testamenti. Hildið verður, at Paulus dugdi feiri mál, hebraiskt, sum var málið gomlu skriftirnar vóru skrivaðar á, arameiskt, ið var tað málið, tey nýttu í Jerúsalem, har hann ofta vitjaði, og grikskt, ið var tað málið, ið nýtt varð, har hann vaks upp. Paulus var eisini vandur upp við teirri fjølbroyttu mentan, sum ráddi kring Miðjarðarhavið. Alt hetta gjørdi, at hann hevði allar fortreytir at gerast mikil trúboðari. Paulus forfylgir teimum kristnu. Paulus var ógvuliga trúgvur móti læru farisearanna. Hetta var ein høvuðsorsøk til, at hann søkti at teimum kristnu. Við hóttanum um morð søkti hann at teimum kristnu, og setti mong í fangahús. Hann háðaði tey kristnu í trúgv teirra á tann krossfesta Jesus og royndi við at píska ella berja tey av at fáa tey at spotta Jesus. Eisini var hann fyri, at tey kristnu skuldu verða tikin av døgum. Sjálvur segði hann seinni, tá ið hann mintist aftur á hesa tíðina, at hann var serstakliga íðin at halda lóg fedranna og at fáa onnur at gera tað sama. Paulus viðgekk, at tá ið hann háðaði og søkti at teimum kristnu, var tað tí hann sum vantrúgvin ikki visti, hvat hann gjørdi. Paulus var á veg til Damaskus í Sýria at søkja at teimum kristnu. Har sá hann eitt bjart ljós skína av himli, og hann hoyrdi eina rødd, sum segði: "Saul, Saul, hví søkir tú at mær". Her møtti Paulus Jesusi og gjørdist ein av teimum, sum hann fyrr hevði søkt at. Eftir hetta varð hann nevndur Paulus. Damskus var ein týdningarmikil handilsbýur. Hann verður mettur at vera ein av heimsins elstu býum. Býurin liggur á einum fruktagóðum slætta, og gjørdist tíðliga í tíðini miðstaður fyri handilsvirksemi í Eystur­londum. Paulus verður umvendur. Eftir tiltiknu hendingina á ferðini til Damaskus, har Paulus var steðgaður av einum bjørtum ljósi og hoyrdi Jesu rødd, mátti Paulus sanna, at Jesus var tann Messias, ið lovaður var jødunum. Hann læt seg doypa í Jesu navni og nýtti nú rómverska navnið Paulus. Longu í Áps. 9 verður sagt frá umvending Paulusar, og tað verður endurtikið í 22. og 26. kap. Eftir dópin fór Paulus eins og Jesus, tá ið hann var doyptur, út í oyðimørkina at vera eina tíð, áðrenn hann steig alment fram og byrjaði at prædika. Tey fyrstu hann prædikaði fyri, tá ið hann kom aftur til Damaskus, vóru egnu landsmenn hansara. Hann greiddi frá, at Jesus var Guds sonur. Hetta var tað, ið Jesus hevði játtað, tá ið hann varð tikin til avhoyringar hjá høvuðsprestunum, og tað var tí, at hann varð dømdur til deyða. Høvuðsprestaráðið metti prædikurnar at vera gudsspottan, sum Paulus eisini helt, áðrenn hann var umvendur. Nú var støða Paulusar ein onnur. Hann, ið fyrr hevði spottað Jesus, vísti honum nú størstan heiður við at nevna hann Guds son. Hann, ið fyrr hevði søkt at Jesu lærusveinum, royndi nú at gerast vinur teirra. Jødar lógu honum nú eftir lívinum, sum ikki var so løgið. Nú var tað Paulus, ið eftir teirra tykki spottaði Gud, og fyri tílíka gerð var revsingin deyðadómur. Paulus kom síðan til Jerúsalems, har hann hitti Pætur ápostul. Í tvær vikur vóru teir báðir saman, og Pætur, ið hevði fylgt við Jesusi, hevði nógv áhugavert at læra Paulus um Jesu lív og virki. Hetta stimbraði Paulus í avgerðini at bera gleðiboðskapin so langt út um heimin, sum til bar. 

Ferðir Paulusar

. Í sambandi við umvending sína varð hann kallaður at gerast heidningatrúðboðari. Seinasti parturin av Áposlasøguni er fyrst og fremst um ymissu prædikuferðir Paulusar í tænastu gleðiboðskaparins. Tað var strævið hjá Paulusi at ferðast og prædika. Náttarvøka, kuldi, svongd og tosti vóru gerandiskostur. Fleiri ferðir var hann tveittur í fangahús, har hann var sligin og bukaður, og mangan var hann í deyðavanda. Allastaðni, har Paulus kom, stovnaði hann nýggjar samkomur, og mangan skrivaði hann teimum brøv ella kom aftur á vitjan at hjálpa teimum við ymiskum, ið tørvur var á. Ikki minst hugsaði hann nógv um, hvussu tey høvdu tað andaliga. Paulus ferðaðist ikki sum best bar til. Hann byrjaði í teimum støðum, ið lógu næst Antiokia, og haðani fór hann til Lítla Ásia. Síðani fór hann til Grikkalands og Róm. Eftir hesar prædikuferðir verður Paulus settur í fangahús í Jerúsalem, og eftir tvey ára fangilsi í Kesarea, skjýtur hann mál sítt til keisaran og verður førdur til Róm, har Ápostlasøgan endar. Róm­verski herhøvdingin, Felix, og landshøvdingin, Festus, drálaðu við at fella dóm í sakini, tí teir vildu vinna vælvild hjá jødum. Hann fór sum fangi við einum skipi, sum sigldi við korni. Á Malta strandaðu teir. Komin til Róm, varð Paulus settur í varðhald, har hann skrivaði fleiri av brøvum sínum. Brøv Paulusar
. Hildið verður, at Paulus hevur skrivað flestu bøkurnar í Nýggja Testamenti. Hesar bøkur verða nevndar brøv. Nýggja Testamenti hevur 27 ymiskar bøkur og brøv. Av hesum standa 13 brøv í Paulusar navni. Kjak er um, Paulus hevur skrivað øll hesi brøv­ini, tí tá í tíðini var vanligt at skriva tekstir í navninum á persón­inum, sum var íblásturin til tekstin. Hesi brøv fingu nøvn eftir, hvørjum tey vóru ætlað. Soleiðis eitur brævið til samkomuna í Róm Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, ofta stytt til Rómverjabrævið, og brøv til samkomuna í Korint Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna og Seinna bræv Paulusar til Korintmanna, ofta stytt til Fyrra Korintbræv og Seinna Korintbræv. 1 bræv hevur hann skrivað til kirkjuliðið í Róm, 2 brøv hevur hann skrivað til kirkjuliðið í Kortint, 1 bræv hevur hann skrivað til kirkjuliðið í Galatalandi, 1 bræv hevur hann skrivað til kirkjuliðið í Efesus, 1 bræv hevur hann skrivað til kirkjuliðið í Filippi, 2 brøv hevur hann skrivað til kirkjuliðið í Tessalónika, 1 bræv hevur hann skrivað til kirkjuliðið í Kolossa, 2 brøv hevur hann skrivað til Timoteusar, 1 bræv hevur hann skrivað til Titusar og 1 bræv hevur hann skrivað til Filemons. Støð, har Paulus skrivaði síni brøv: Turkaland (Galatabrævið og 1. Korintbræv), Lýðveldið Makedónia (2. Korintbræv og Titusbrævið), Grikkaland (1. Tessalónikabræv og Rómverjabrævið) og Róm (Filippibrævið og Filemonsbrævið). Ætlanarbúskapur. a>. Í ætlanarbúskapinum eru tað politikararnir, ið gera av, hvat ið verður framleitt, og hvat ið verður brúkt. Ætlanarbúskapur byggir á tankarnar hjá Karl Marx um felags ognarætt til framleiðslutólini. Ymsar eru fatanirnar av politikki og búskapi. Tí eru eisini ymsar búskaparligar grundskipanir. Skilt verður í høvuðsheitum ímillum tríggjar grundskipanir: ætlanarbúskap, blandbúskap og marknaðarbúskap. Hendan búskaparskipanin hevur serliga verið roynd í m.a. gamla Sovjetsamveldinum, í Norðurkorea, í Kuba og í Eysturevropa. Grundleggjandi er, at avgerðir um framleiðslu, vøruprísir og íløgur verða tiknar av myndugleikum út frá tí, at hetta skal gagna samfelagnum, og ikki við vinningi fyri eyga. Ástøðiliga skal ætlanarbúskapurin tryggja samfelagsligu áhugamálini, soleiðis at íbúðir og matvørur eru bílig, at bara verður framleitt tað, ið brúk er fyri og bara neyðugar íløgur verða gjørdar. Fyri nøkrum árum síðani var tað vanligt í teimum sokallaðu sosialistisku londunum, at politikarar ella myndugleikar stýrdu búskapinum. Marknaðarkreftirnar fingu ikki høvi at virka. Politikarar gjørdu av, hvussu nógv og hvat skuldi verða framleitt av teimum ymsu vørunum, og gjørdu soleiðis av, hvat og hvussu nógv brúkast skuldi í landinum. Ætlanir vóru gjørdar fyri allar framleiðslur. Heilt niður í smálutir varð roknað út, hvat hetta og hatta virkið skuldi framleiða. Ætlanir vóru eisini gjørdar fyri ár fram í tíðina. Hetta vóru m.a. tær sokallaðu fimmára-ætlanirnar. Tað, sum var at fáa í handlunum, var tað, sum politikararnir høvdu gjørt av skuldi framleiðast. Vandin fyri at ov nógv ella ov lítið var til av einari vøru var ógvuliga stórur. Óvanligt var heldur ikki, at fólk, hóast tey áttu pengar, máttu bíða í áravís fyri at fáa eitt sjónvarp ella ein bil, t.d. í Sovjet og Eysturevropa. Valurin. Valurin er fiskimanna- og arbeiðarabýlingurin mitt á Tvøroyri, ið vaks fram eftir at kommunan keypti Doktaratrøðna í 1880. Her savnaðust ognarloysingar, ið bara høvdu hendurnar at líta á, og bústaðarviðurskiftini vóru ikki altíð av teimum bestu. Av tí at kirkjan stóð her, nevndu hetlendingar, ið her komu, staðið fyri "Kirkwall". Upprunin til heitið er Hválur ella Válur, eisini Háluer, t.e. nakað tað sama sum heyggjur. Fakfeløg. Flestøll, sum arbeiða, eru limir í fakfelag. Fakfeløg arbeiða fyri rættindum hjá limunum, t.d. lønarviðurskiftum sum tímalønin, um longdina av feriu og pausum, ið limirnir hava rætt til, um eftirløn, frítíðarløn og annað. Felagið førir samráðingar vegna limirnar við arbeiðsgevarafelagið ella við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum (í Føroyum) um tað er landið í er arbeiðsgevarin. Um fakfelagið og arbeiðsgevarin ikki finna fram til eina semju kann fakfelagið hótta við at fara í verkfall. Tá ið eitt ella fleiri fakfeløg fara í verkfall, liggur samfelagið ofta lamið, við tað at handlarnir ikki fáa vøru og fólk ofta ikki sleppa at ferðast frítt, tí at skip ikki sigla. Felag fyri fólk í somu vinnugrein. Upprunin til fakfeløg kann førast aftur til Stórabretland í 18. øld. Í Norðurlondum stovnaðu arbeiðarar fakfeløg frá mitt í 19. øld. Norðurlond hava í dag størsta prosentpartin av arbeiðarafjøldini sum limir í einum fakfelag. Í Svøríki vóru 68,5 prosent av øllum arbeiðstakarum limir í fakfelag. Arbeiðararørslan í Føroyum. Flestir løntakarar í Føroyum eru limir í fakfelag. Víða um landið eru smá feløg, sum so flestøll eru savnað í landsfelag. Í 1910 gingu gøtumenn á odda at seta Føroya Fiskimannafelag á stovn, og í november í 1911 var tað komið í lag. Hinvegin tóku reiðararnirvseg eisini saman í felag og stovnaðu Føroya Reiðarafelag í 1908. Fyrsta arbeiðsmannafelag, Enigheden, varð stovnað í 1915, og fyrsta kvinnufelagið, Fiskepigernes Fagforening, í 1922, bæði á Tvøroyri. Endamálið er at røkja áhugamál limanna og at vinna teimum betri arbeiðskor. Gjøgnum tíðirnar hava løntakar í Føroyum eins og í øðrum londum vunnið sær rættindi, ið tey ikki høvdu fyrr, t.d. Er arbeiðvikan nú 40 tímar hjá limum í Føroya Arbeiðarafelag og 39 tímar um vikuna hjá Starvsmannafelagnum. Menn og kvinnur fáa nú somu løn sambært sáttmálunum. Limir í Føroya Arbeiðarafelag hava rætt til 5 vikur feriu, meðan limir í Starvsmannafelagnum hava rætt til 5 vikur feriu og 5 dagar feriudagar um árið. Limir í Føroya Arbeiðarafelag hava rætt til 10% í eftirløn frá arbeiðsgevaranum (2014), meðan limir hjá Starvsmannafelagnum hava rætt til 14% í eftirløn frá arbeiðsgevaranum umframt at arbeisgevarin rindar 1% av lønini í tryggingargrunn. Eftirlønin er rættiliga ymisk hjá ymisku fakfeløgunum, limir í Pedagogfelagnum fáa ávikavist 12% til pedagogar og 10% til hjálparfólk, tó hava hjálparfólk ikki rætt til eftirløn tað fyrsta ári ið tey eru í starvi (tølini eru frá 2014, tey kunnu verða brott síðan hetta varð skrivað, sáttmálar og lønartalvur eru tøkar á heimasíðunum hjá fakfeløgunum og hjá arbeiðsgevarafeløgunum). Øll fakfeløg hava ásetingar um yvirtíð, har ið limir teirra hava rætt til hægri løn um arbeitt verður longri enn tað ásetta tímatali ella um arbeitt verður í vikuskiftinum ella um kvøldarnar ella um náttina. Fakfeløg hava sáttmálar við avvarndi arbeiðsgevarafelag ella við Fíggjarmálaráðið, og so hava tey eisini lønartalvur, har í starvsfólk vera plaseraði í lønarflokkar og stig. Nøkur fakfeløg hava eisini ásetingar um viðbøtur, sum ávís starvsfólk kunnu hava rætt til, talan kann vera um ískoti fyri førleikagevandi skeið ella útbúgvingar ella um ískoyti fyri t.d. skitið arbeiði vm. Emma Watson. Emma Charlotte Duerre Watson (fødd 15. apríl 1990 í Paris) er ein ensk sjónleikarinna og modell. Hon er mest kend fyri at spæla leiklutin sum tann klóka og raska gentan Hermione Granger í Harry Potter-filmunum. Saman við vinunum Ron og Harry eri tey ein trýkleyvari, ið royna at forða fyri, at tað ónda fær valdið í tí gandakenda universinum kring Hogwarts. Sandra Beijer. Sandra Beijer (fødd 10. august 1984 í Stokkhólmi) er ein svenskur rithøvundur og bloggari. Rustur. Rustur er reyðbrúnur á liti. Hann er evnasamband ímillum hydrogen (H), oxygen (O) og jarn (Fe). Rustur er poknutur; hann kann ikki forða fyri, at jarnið innanfyri fær samband bæði við vætu og luft. Tí etur rusturin seg longri inn í tilfarið. Hildið verður, at umleið fjórðingurin av øllum jarni endar sum rustur. Vit vita, at jarn rustar, verður tað ikki vart fyri vætu og luft. Ætla vit at minka rustpláguna, mugu vit forða luftini at sleppa at jarninum. Vit mugu annaðhvørt mála jarnið ella leggja onnur harðførari evni uttan á tað, til dømis sink (Zn), nikkul (Ni) ella krom (Cr). Trø. Kalifornska stórfuran ("Sequoia sempervirens") er heimsins hægsti vøkstur. Hon verður meira enn 90 m. høg, um 4000 ára gomul og kann viga 2000 tons. Trø eru sera ójøvn í stødd: kalifornska stórfuran verður 90 m høg, men á føroyska urtapílinum eru leggirnir oftast fjaldir í mosanum. Trøini eru ógvuliga týdningarmiklar plantur. Ljóssamrunin í bløðunum ger, at tey taka koltvísúrni CO2 úr luftini og lata frá sær súrevni. Soleiðis halda trøini ávísa javnvág við neyðugum evnum í luftini, vit anda í okkum. Trærøturnar eru tættar og langar og binda moldina, at hon ikki verður skolað burtur av regni. Bløðini á trøunum lata úr sær ómetaliga nógva vatnguvu, sum aftur hevur alstóran týdning fyri veðurlagið um allan heim. Um 40 mió ferkilometrar av jarðarflatuni eru skógvaksnir. Trøini føða eisini nógvar mió dýr, og vit fáa timbur til húsabygging og innbúgv. Hvørt ár nýta vit mong túsund tons av viði til m.a. brenni, innbúgv og pappír. Sum íbúgvatalið í heiminum veksur, verður meiri skógur høgdur nú enn fyrr. Helst í Latínamerika verður nógvur frumskógur høgdur og brendur. Pílur, eik, bók og mong onnur trø verða nevnd leyvtrø. Leyvtrø eru eyðkend á bløðunum, hvussu tey eru vaksin, og hvussu tey standa á greinunum. Tey hava nógv breiðari bløð enn nálatrø. Um okkara leiðir missa leyvtrøini bløðini um heystið, men syðri eru mong trø grøn alt árið. Baraldur, grann, lerkur og fura eru nálatrø. Nálatrø eru eyðkend á sínum sermerktu nálum; tey hava nálavaksin bløð. Fræini sita í konglum, ið eru trækendir og harðir. Nálatrø missa ikki nálirnar um veturin. Lerkatræið er tó undantak, tað missir nálirnar um heystið. Øll trø spretta úr lítlum fræ. Í hvørjum fræ eru føðsla og ílegur til nýggja træið. Fræið tekur at spíra, tá ið hiti og væta í jørðini eru passalig. Telja vit viðingarnar, vita vit, hvussu gamalt træið er. Føroyska sjálvstýrisrørslan. Tann føroyska tjóðskaparrørslan ella føroyska sjálvstýrisrørslan savnaði seg um, hvussu týdningarmikið tað var fyri Føroyar at tryggja tjóðar eyðkenni, mentanararv og samleika. Sjálvstýrisrørslan eigur t.d. sín stóra leiklut í, at vit í dag tosa føroyskt í bæði skúla og kirkju. Av tí at Føroyar í fleiri hundrað ár hava verið í ríkisfelagsskapi við Danmark, hevur danskt mál altíð havt sterka støðu her hjá okkum. Danskt var lógarmál, kirkjumál og skúlamál langt upp í 20. øld. Føroyskt varð ikki undirvísingarmál í skúlanum fyrr enn í 1938. Men ikki fyrr enn í 1939 varð við kgl. fyriskipan givið loyvi til við vanligar gudstænastur at nýta føroyskt mál. Sum ein avleiðing av Jólafundinum í 1888 varð Føroyingafelag stovnað í januar 1889, og nú kom verulig gongd á sjálvstýrisrørsluna. Mál Føroyingafelags var at vinna føroyska málinum fullar sømdir í egnum landi og fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum og gerast sjálvbjargnir. Tað var um hesa tíðina, at málstríðið byrjaði av álvara. Stríðið um, hvørt danskt ella føroyskt skuldi vera skúla- og kirkjumálið í Føroyum. Ein av slóðbrótarunum fyri føroyskum máli í skúla og kirkju var Jákup Dahl. Áðrenn donsku hjálandatíðina. Føroyar vóru eitt sjálvstøðugt land, frá tí at tey fyrstu norrønu niðursetufólkini úr Noregi og norrønt ávirkaðum bretskum oyggjum og strandaøkjum, m.a. Orknoyggjum og Hetlandi, búsettust her fyri góðum ellivuhundrað árum síðan. Eftir norrønum siði vórðu rættiliga skjótt skipað ting um í oyggjunum, og felags fyri allar føroyingar var tingið í Tinganesi í Tórshavn, har allir frælsir menn kundu møta til tess at greiða ósemjur og tingast um felagsmál landsins. Tingið gav lógir og dømdi í rættarmálum, umframt at altingið eisini viðgjørdi ymisk mál av felags týdningi fyri føroyingar. Í nøkur ættarlið hava Føroyar havt hesa støðu sum eitt sjálvstøðugt og óheft land. Sambært Føroyingasøgu fóru Føroyar undir norskan kong á døgum Leivs Øssursonar og Magnusar kongs Ólavssonar í 1035-1045. Noregsøga frá uml. 1180 sigur frá, at tá lótu føroyingar Noregskongum skatt. Føroyar vóru skattland, onkuntíð nevnt atland, hjá Noregskongi. 

Í sambandi við Napoleonskríggini var kongur Danmarkar og Noregs fyri stórum missi av landaøkjum. Fjórða grein í friðarsáttmálanum frá Kiel í 1814 segði, at kongsríkið Noreg skuldi latast Svøríkis kongi, “men Færøerne, Grønland og Island er ikke deri indgrebne”. Hetta varð endaliga váttað av uttanríkisráðharra Noregs og Svøríkis í 1819. Í tíðini beint eftir skilnaðin millum Noreg og Danmark í 1814, síggjast Føroyar, Grønland og Ísland ájøvn við Vesturindisku oyggjarnar "Dansk Vestindien" nevnd sum koloniir í flestum millumtjóða sáttmálum, sum Danmark ger. Danskt hjáland. a>, hildin í tinghúsinum 26. desember. Úr Føroyum er næstan líka langt til Noregs, Skotlands og Íslands. Úr Føroyum eru góðir 400 km. til t.d. Íslands. 14 tímar eru at sigla til Íslands og einir 30 til Danmarkar. Fram til 1814 høvdu Føroyar verið roknaðar sum eitt norskt hjáland og vóru fyri mesta partin stýrdar eftir norskum lógum. Men hetta árið fer Noreg frá Danmark, meðan tey gomlu skattlondini Føroyar, Grønland og Ísland verða verandi undir Danmark. Nú verður roynt at knýta hesi lond í Norðuratlandshavi nærri at Danmark, sum tey í grundini einki høvdu havt saman við uttan tað samband, samgongan millum Noreg og Danmark við felags kongi hevði ført við sær. Løgtingið verður avtikið í 1816 og Føroyar gerast tá amt í danska ríkinum. Hjá føroyingum fekk danskt støðu sum tað tignarliga og heilaga málið, og danskt varð skrivað í øllum viðurskiftum við myndugleikarnar. Føroyskt var bara heimamálið, sum vanliga fólkið tosaði sínámillum í gerandisdegnum. Løgmansembætið vórðu tikin av við kancelli-plakat 18. mai 1816, og aftan á hetta vóru allar avgerðir um samfelagsviðurskifti Føroya tiknar í Danmark og av danska embætismannaveldinum í Føroyum. 6. juli sama ár varð fyrsti amtmaður settur í Føroyum. Í 1846 verður einaveldið avtikið og Danmark fær eina frælsa fólkaræðisliga grundlóg. Men longu áðrenn hetta høvdu føroyingar sent umsókn um at fáa Løgtingið endurreist. Tá tað í 1852 eydnast, verður tað mest at kalla sum eitt danskt amtsráð, har amtmaðurin er fastur formaður og próstur hevur fast sæti. Sum ein avleiðing av Jólafundinum í 1888 varð Føroyingafelag stovnað í januar 1889, og nú kom verulig gongd á sjálvstýrisrørsluna. Mál Føroyingafelags var at vinna føroyska málinum fullar sømdir í egnum landi og fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum og gerast sjálvbjargnir. Studentar í Keypmannahavn fóru at yrkja fosurlandssangir, og í 1888 varð fundir hildin í tinghúsinum í Tórshavn. Har varð avgjørt at stovna Føroyingafelag, sum skuldi bøta um støðuna hjá føroyskum máli og føroyskari mentan. Bløðini fóru nú at skriva á føroyskum. Tað fyrsta var blaðið "Føroyingatíðindi", og seinni kom út eitt barnablað, ið nevndist "Ungu Føroyar". Ritstjórar á barnablaðnum vóru menninir aftan fyri Føroya Fólkaháskúla, ið varð stovnaður í 1899. Í hesum skúla kundu føroyingar á fyrsta sinni læra føroyskt innan skúlagátt. Tá ið tjóðskaparkenslan, og síðan tjóðskaparrørslan tók seg upp seinast í 19. øld við fyrst av øllum mentanarligum, og við seinni politiskum innihaldi, vaknaði eisini hugurin at hava eitt tjóðarmerki. Veðrurin var gamalt merki í Føroyum, men um somu tíð kom Tjaldursmerkið afturat. Hesi merkini vórðu javnan brúkt fram til 1940, tá ið farið varð at brúka tað flaggið, ið brúkt verður í dag. Eitt úrslit av teirri veking, sum tjóðskaparrørslan hevði við sær, var, at ungmannafeløg vórðu stovnað við tí endamáli at stimbra og verja Føroya mál og mentan. Í 1919 settu føroyskir studentar í Keypmannahavn sær fyri at gera uppskot til eitt føroyskt flagg, ið var líkt hinum fløggunum í Norðurlondum, og sum skuldi koma í staðin fyri veðra- og tjaldursmerkini. Teir samdust um, at reyður krossur við bláari rond á hvítum dúki var tað hóskiligasta. Síðani skuldi uppskotið berast fram fyri almenninginum. Til hetta varð eitt borðflagg seymað. Nýggja flaggið varð fyrstu ferð borið fram í Føroyingafelag í Keypmannahavn í 1919, og fólk tóku væl ímóti tí. Flaggið varð navnið Merkið. Sama ár varð Merkið fyrstu ferð vundið á stong í Føroyum. Tað var í Fámjin, og flaggið hongur nú í Fámjins kirkju. Fólkaatkvøðan 1946. Ásett varð, at fólkaatkvøðan skuldi fara fram 14. september 1946. Veljarin skuldi taka støðu til teir báðar møguleikarnar: 1) Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?, og 2) Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya ímillum? Men støðan gjørdist eitt sindur ógreið við tað, at Fólkaflokkurin, sum til tá ikki hevði boðað alment frá, um teir klárt og greitt vildu hava loysing (hinvegin var heilt greitt, at flokkurin ikki vildi góðkenna danska uppskotið), boðaði sínum veljarum frá, at flokkurin vildi vera takksamur, um fólkafloksveljarin atkvøddi fyri loysing; men hinvegin førdi flokkurin fram, at teir veljarar, sum ikki dámdu stjórnaruppskotið, kundu skriva "nei" við stjórnaruppskotið. Tá ið fólkaatkvøða varð útskrivað í 1946, var eingin politiskur flokkur serliga fegin um hetta. Fólkaflokkurin, sum tá vildi hava føroyskt fullveldi, vildi ikki hava ein fólkaatkvøðu um antin loysing ella heimastýrisskipan. Hann vildi hava fleiri valmøguleikar. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vildu tó saman við donsku stjórnini hava fólkaatkvøðuna at snúgva seg um eitt danskt stjórnaruppskot sum líktist heimastýrisskipanini ella loysing. Fólk fingu ikki rættiliga skil á støðu Fólkafloksins fyrren eftir tað, at dagurin fyri fólkaatkvøðuna varð ásettur. Dagblaðið segði, at teir veljarar, ið vildu loysing, skuldu atkvøða fyri loysing. Teir veljarar, ið ikki vildu loysing, men sum heldur ikki skuldu seta nei við stjórnaruppskotið. Sostatt var eingin politiskur flokkur, sum beinleiðis arbeiddi fyri, at føroyingar skuldu velja loysing á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. T.d. Javnaðartingmaðurin Jákup í Jákupsstovu var tó fyri loysing. Jóannes Patursson fekk eisini av fullum huga inn fyri loysing, og eisini tvørpolitiskur bólkur av monnum, sum í mei í 1946 høvdu stovnað felag, ið teir róptu Føroyingafelag. Fólkaatkvøðan í 1946 gav ein lítlan meiriluta fyri loysing Føroya og Danmarkar ímillum. Danir, hinvegin, søgdu hetta vera einvegis gerð og íkki samsvarandi grundlógini. Fólkafloksmeirilutin var ikki at vika í sjónarmiðum sínum. Endin á hesum stríði varð, at Løgtingið varð sent til hús og nýval útskrivað. Eftir hetta val, tá Fólkaflokkurin bert fekk 8 tingmenn, kundi loysingin ikki fremjast, og umboðsmenn fyri danskar og føroyskar myndugleikar fóru til samráðingarborðið. Úrslitið av hesum samráðingum varð Heimastýrislógin frá 1948. Sambært Heimastýrislógini verða bæði føroyska flaggið og føroyska málið viðurkend av donsku myndugleikunum, men í lógini stendur eisini, at danskt skal verða lært væl og virðiliga, og danskt kann eins og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum. Samanumtikið ásetur eisini heimastýrislógin, at 1) Føroya Løgting hevur lóggávuvaldið, 2) Føroya Landsstýrið hevur útinnandi valdið, 3) Dømandi valdið er hjá donsku dómstólunum, 4) Ríkisumboðið hevur ríksins fyrisiting í Føroyum um hendur, 5) Sermál, ið heimastýrið kann lóggeva um og fyrisita, 6) Felagsmál, ið heimastýrið kann umsita eftir donskum fólkatingslógum, 7) Ríkismál, ið danska Fólkatingið og ríkisstjórnin lóggeva um og fyrisita. Núverandi skipan. Føroyingar hava heimastýri, men eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og danska stjórnin hevur ein umboðsmann, ríkisumboðsmaðurin í Føroyum, búgvandi her á landi. Síðani 1948 hava Føroyar verið ein sjálvstýrandi partur í danska kongaríkinum. Sambært heimastýrislógini verða nøkur málsøki umsitin av donskum myndugleikum. Løgreglan og dómsvaldið í Føroyum eru t.d. donsk. Løgtingið er ovasti myndugleiki í Føroyum. Her verða landsins lógir viðgjørd. Lógirnar eru um felagsmál og sermál. Sermál kann bert Føroya Løgting viðgera, meðan felagsmál verða viðgjørd av Løgtinginum og tí danska Fólkatinginum. Henda skipan, ið virkað undir, kallast heimastýri. Heimastýri førir við sær, at vit hava egin frímerki, flagg og mál okkara hevur umsíður vunnið frama í skúla, í kirkju og á tingi. Nakrar lógir eru felags fyri Føroyar og Danmark. Dómsvaldið, verjumál, uttanríkismál, gjaldoyramál, løgreglan eru t.d. á donskum hondum. Til tey málsøkir, sum danir annaðhvørt hava um hendur rindar danski staturin umleið 630 mió. kr. (2013). Føroyingar gjalda ikki skatt ella avgjøld til danska statin. Men peningurin kemur uttan iva aftur til Danmark, tí næstan allur okkara uttanríkishandil gongur um Danmark. Hedenäset. Hedenäset er ein býur í Övertorneå kommunu í Svøríki. Býurin hevur umleið 270 íbúgvar (2010). Símun Mikal Zachariasen. Simon Michael Zachariasen (1853 på Fugloy, 1931), nevndur Símun Mikal Zachariasen, var ein føroyskur lærari og skald. Hann var ein eldsál í menningini av tí føroyska skftiftmálinum, og yrkti tjóðskaparsangir og sálmar. Hann lærdi seg stavsetingina hjá V.U. Hammershaimb og skrivaði fleiri greinar á føroyskum í tíðarritið Føringatíðindi, frá tí at blaðið kom út í 1890, og luttók í málspurninginum og í kjakinum um háskúla. Hann giftist Malenu Frederikku Simonsen úr Hattarvík, tey fingu børnini: Símun Petur Zachariasen, Louis Zachariasen, Sakaris Zachariasen, Amalja Hansen, Jógvan Zachariassen; Bette Poulsen, Karolina Matras, Sigrid Simonsen og Óluva Christiansen. Hann er langabbi politikaran Kristinu Háfoss. S.M. Zachariasen fór sum ungur til skips og luttók í ymiskum arbeiði á landi, men eftir ein skaða í tí eina beininum, fór hann á Føroya Læraraskúla í 1878. Zachariasen var lærari í Fugloy og Svínoy 1878–1903, frá 1903–1926 var hann lærari í Fugloy (á Kirkju). Oktoberfest. Oktoberstevnan í München er tann størsta av øldrykkjustevnunum, ið verða hildnar um alt Týskland. Fleiri enn 6 milliónir fólk vitja Oktoburfestina hvørt ár. Hon stendur í fjúrtan dagar. Oktoburfestin (Oktoberveitslan), sum hevur sín uppruna í Týsklandi, hevur ment seg frá at vera ein brúðarveitsla til at verða ein av størstu og mest umtóktu hátíðarhaldunum í heiminum. Oktoberfest er árlig fólkaveitsla, ið er í 16 dagar, frá síðst í september til fyrsta vikuskifti í oktober. Oktoberfest hevur verið hildin í München í Týsklandi síðani 1810. Skipað varð fyrstu ferð fyri Oktoberfest í München 12. okt. í 1810. Sagt verður at hetta er heimsins størsta veitsla, og einar seks milliónir taka lut hvørt ár. Aðrir býir hava eisini tikið oktoberfest til sín. Vit kenna allarhelst í dag Oktoburfestina fyri teirra búnar. Kvinnurnar ganga í einari hvítari blus við puffermum og einum stuttum blomstrutum kjóla við hvítum pintaðum fyriklæði. Búnin hjá monnunum er samansettur av hvítari skjúrtu og eyðkendu skinnbuksunum við selum. Eitt annað týdningarmikið eyðkenni fyri Oktoburfestina eru ølirnar. Ein drekkur "Oktoberfestbier", sum er ein sterk øl. Í gomlum døgum bryggjaði man hesa ølina í marts mánaði, tí enn var kalt nokk til at bryggja. Tá so oktobur nærkaðist var aftur kalt nokk at bryggja øl, so tí ballaðist man til restirnar frá martsmánað vóru uppi. Hans Mikael Jacobsen. Hans Mikael Jacobsen (føddur á Kirkju í Fugloy í 1901, doyði í 1960) var ein føroyskur lærari og rithøvundur. 25 ára gamal fór hann á Føroya Læraraskúla, har hann tók prógv í 1929. Árið eftir varð hann settur í starv sum lærari í Fugloy, men vegna heilsubrek mátti hann í 1940 leggja starvið frá sær við eftirløn. Hann andaðist í 1960, tá hevði hann í nøkur ár búð í Klaksvík. Umframt at skriva upp hóp av frásøgnum og sagnakendum tilfari yrkti Hans Mikael fleiri sálmar, harav níggju standa í Sálmabók Føroya Fólks. Keldur. Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. Ljungaverk. Ljungaverk er ein bygd í Ånge kommunu í Västernorrlands län í Svøríki. Bygdin hevur umleið 885 íbúgvar (2010). One Direction. One Direction eru ein dreingjabólkur úr Stóra Bretlandi og Írlandi, sum var stovnaður í 2010. Gulak Jacobsen. Gulak Jacobsen (føddur 1870 á Kirkju, deyður 1953) var ein føroyskur prestur, rithøvundur og skald. Han yrkti til dømis tjóðskaparsangin "Langt burt frá øðrum londum". Hann var fyribils settur próvstur í Føroyum eitt stutt tíðarskeið, og meðan hann var próvstur, vígdi hann Hovs kirkju í 1943. Angela Campanella. Angela Campanella (fødd 24. juli 1963 í Róm) er sjónleikari úr Italia. Hoyvíkssáttmálin. Hoyvíkssáttmálin (íslendskt: "Hoyvíkursamningurinn") er mest umfatandi sáttmáli Føroyar hava við aðra tjóð. Við Hoyvíkssáttmálanum frá 2005 gjørdust Føroyar og Ísland eitt felags búskaparøki. Hetta merkir, at tað við ávísum undantøkum er fríur flutningur av kapitali, vørum, arbeiðsmegi og tænastum millum londini bæði. Hin 31. august 2005 varð sáttmáli millum stjórn Íslands, øðrumegin, og stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin, undirritaður í Hoyvík – eftir hetta nevndur "Hoyvíkssáttmálin". Endamálið við Hoyvíkssáttmálanum er at skapa fyritreytir fyri samfelagsligari menning í Føroyum og í Íslandi. Við Hoyvíkssáttmálanum verða búskaparligu sambondini millum Føroyar og Ísland nýskipað. Búskaparsáttmálar millum londini bæði hava higartil í høvuðsheitum verið avmarkaðir til frælsi fyri vøruhandil landanna millum. Hoyvíkssáttmálin fevnir afturímóti um øll týðandi búskaparøki, ið ganga aftur í nútíðar sáttmálum um tætt búskaparligt samstarv millum lond. Við gildiskomu sáttmálans verða Føroyar og Ísland eittans búskaparøki at rokna. Týðandi tættir í Hoyvíkssáttmálanum snúgva seg um at seta í gildi tey sokallaðu fýra frælsini, ið skulu tryggja, at tænastur, vørur, kapitalur og persónar kunnu flyta seg ótarnað millum londini bæði. Hoyvíkssáttmálin er stovnsliga skipaður við ráði og felagsnevnd. Ráðið verður mannað við avvarðandi ráðharrum hjá londunum báðum, ið fara at hittast minst eina ferð um árið. Ráðið skal geva politiskan stuðul til, at sáttmálin verður framdur, og um neyðugt leiðbeina felagsnevndini í starvi hennara. Felagsnevndin skal tryggja, at sáttmálin virkar á munadyggan hátt. Nevndin kann gera tillagingar viðvíkjandi ásetingum sáttmálans um tjóðskaparviðferð og samvinnu á øðrum økjum til tess at støðugt frælsisgera handilin og at styrkja samstarvið annars millum londini bæði. Hoyvíkssáttmálin, ið varð undirritaður í 2005, er við tíðini vorðin ein týdningarmikil karmur um viðurskiftini millum Føroyar og Ísland. Hoyvíkssáttmálin kann verða víðkaður til eisini at fevna um onnur lond enn Føroyar og Ísland. Serstakur sáttmáli skal tá verða gjørdur um treytir og kor fyri slíkari víðkan. Tampereen Pyrintö (kurvabóltur). Tampereen Pyrintö er eitt finskt kurvabóltsfelag úr Tampere, Finnland. Felagið varð stovnað í 1941. Pyrintö spælir sínar heimadystir á Pyynikin palloiluhalli, sum hevur pláss til nærum 1.500 áskoðarum. Chris Pratt. Chris Pratt (føddur 21. juni 1979 í Virginia) er ein amerikanskur filmsleikari. Jagaraflogfør. Jagaraflogfør eru hernaðarflogfør ið verða nýtt til at jagstra og skjóta niður fíggindalig flogfør o.o. luftborin før. Jagaraflogfarið bleiv ment sum ein verja móti njósnaraflogførum ið fyrst komu í brúk undir fyrra veraldarbardaga.. Evangeliið eftir Jóhannes. Evangeliið eftir Jóhannes (ella Jóhannesevangeliið) er skrivað um ár 100 e.Kr. Hildið verður, at tað er Jóhannes, ið hevur skrivað, men vit vita tað ikki við vissu. Jóhannes (grik.: Joannes úr hebr.: Jóhanan, ið merkir “Harrin er náðiríkur”) var ein av hinum 12 ápostlum Jesusar. Hann var sonur Zebedeus, fiskimaður í Galilea í Ísrael. Móðir hansara æt Salome. Jóhannes varð helst føddur í Betsaida (בית צידה) í Galilea. Jóhannesevangeliið hoyrir til tann partin av Bíbliuni, sum upprunaliga varð skrivaður á grikskum máli. Seinni varð grikski teksturin týddur til onnur mál. Jóhannesevangeliið er fyrst og fremst skrivað til samkomuna og trúgvandi, meðan hini evangeliini eru skrivaði til tey, sum ikki vóru sannførd um, at Jesus er Kristus. Hetta evangeliið er eisini eitt sindur øðrvísi skrivað enn tey trý fyrstu. Frásagnirnar eru nærum tær somu sum í teimum fyrru, men raðfylgjan er øðrvísi, og skrivihátturin er meira skaldsligur, merktur av hugfogi og kenslum. Evangeliið eftir Jóhannes er skrivað fyri at styrkja tey kristnu í trúnni á Jesus Kristus, og ger greitt, at Jesus er sonur Guds. Sjálvt um tað ikki er heilt vist, at tað er Jóhannes, ið hevur skrivað hetta evangeliið, ið skrivar, í øllum førum tætt samband við tann Jóhannes, ið Jesus var sera góður við. Nakað av tí, ið stendur í Jóhannesar evangeliinum stendur ikki í hinum trimum evangeliunum. Alt bendir á, at Jóhannes ápostul skrivaði evangeliið í Efesus uml. ár 95 til 100 e.Kr. Hetta er elsta varðveitta brotið í N.T. Tað er partur av tí 4 evangeliinum. Eyðkenni. a>, ið seinni eisini sýndi seg fyri lærusveinunum. Evangeliið eftir Jóhannes skilur seg á mangan hátt úr hinum trimum fyrstu evangeliunum. Munin gruna vit til dømis hvar Jesus gjørdi gerning sín, hvussu leingi Jesus gjørdi gerning sín, hvat hann segði, og hvussu hann segði tað. Í summum lutum líkist evangeliið eftir Jóhannes burtur úr evangeliunum eftir hinar tríggjar. Teir tala mest um virki hansara í Galilea, meðan Jóhannes talar um virki hansara í Jerúsalem og í Judea. Jóhannes sær frelsuna sum nakað, hann eigur her og nú. Hann hevur sannroynt hana í roynd og veru. Teir samskygdu siga mest um virksemi Jesu í Galilea, men Jóhannes leggur ein stóran part av virksemi Jesu í Jerúsalem og í Júdea, har hann dvaldist tær ymisku høgtíðirnar. Tá ið vit lesa teir samskygdu, fáa vit ikki greiða hugmynd av, hvussu leingi Jesus alment virkaði. Høvdu vit til dømis bara átt Evangeliið eftir Markus, høvdu vit hildið, at Jesus bara prædikaði í eitt ár. Men sbrt. evangeliinum eftir Jóhannes, so vardi virksemi hansara í minsta lagi trý ár. Tað sæst m.a. av upplýsingunum um hátíðarferðirnar í 2:13, 5:1, 7:2, 12:12, 6:4, og 10:22. Tað ber eisini til at staðfesta, at Jesus talar á ein annan hátt í evangeliinum eftir Jóhannes. Tað er ikki bara viðvíkjandi innihaldinum, men eisini í bæði skrivingarlagi og sniði. Tað man summpart standast av, hvønn hann vendir sær til: átrúnaligu oddamenninar í Jerúsalem, og serliga trúnaðarfylgið sítt, lærusveinarnar. Men fyrst og fremst kemst tað av, at Jesu læra og lív sæst av tí, ið seinni hendi - deyði hansara og uppreisn. Tað eyðkennir eisini Jóhannes, at hann førir fram Jesu undur sum tekn. Tey skulu vísa á, hvør Jesus veruliga er sbrt 2:11. Tí tengja hesi tekin seg ofta at eini samrøðu sum grøðingina við Betesda hylin í kap. fimm ella hin blindfødda í kap. 9, ella at talum til dømis ta ferðina, hann mettaði hini mongu og við grøv Lásarusar. Innihald. Tað hevur 21 kapitlar. Fyrsti kap. byrjar við hátíðarligum orðum um orðið, sum var frá upphavi, og orðið var Gud. So kemur vitnisburður Jóhannesar Doypara um Jesus: "Hygg Lamb Guds". So kemur kall lærisveinanna. Í kap. 2 er sagt frá brúdleypinum í Kána, og tá Jesus rak alt, sum hann ikki vildi hava har, út úr templinum. Í kap. 3 er sagt frá samtalu millum Jesus og Nikodemus, og so frá v. 25 annar vitnisburður Jóhannesar Doypara um Jesus. Í kap. 4 er tað kvinnan við brunnin í Sámária og um høvuðsmannin í Kapernaum. Í kap. 5 lesa vit um mannin, sum grøddur varð við Betesdahylin og harrans Jesusar egnu talu, v. 19–47. Í kap. seks er sagt frá, tá harrin mettar hini 5000 og gongur á vatninum. So greiðir hann eisini frá, at hann er breyð lívsins. Kap. 7 sigur frá Jesusi í Jerúsalem á leyvsalahøgtíðini. Kap. 8 sigur frá kvinnuni, sum tikin var í hori, og harrin talar um seg sjálvan sum ljós heimsins. Kap. 9 sigur frá manninum, sum føddur var blindur. Kap. 10: Harrin talar um seg sjálvan sum hin góða hirðan, og tempulvígsluhøgtíðina. Kap. 11: Lazarus doyr og verður reistur upp. Ráð jødanna ger av at drepa Jesus. Kap. 12. Jesus verður salvaður í Betania. Jesus kemur inn í Jerúsalem og síðsti vitnisburður hansara fyri almenninginum. 13. kap.: Fótatvátturin. Jesus sigur frá, hvør, ið fer at svíkja hann. Hitt nýggja boðið. Jesus sigur, at Pætur fer at avnokta hann. Kap. 13:31–16:33: Síðsta røða Jesusar til ápostlarnar, áðrenn hann leið. Kap. 17: Bøn Jesusar fyri sínum. Kap. 18: Jesus í Getsemane. Jesus verður tikin. Pætur avnoktar hann. Jesus fyri Pontius Pilatusi. Kap. 19: Jesus verður dømdur og krossfestur; hann verður jarðaður. Kap. 20: Uppreisn Jesusar. Hann opinberar seg fyri Mariu Magdalenu, fyri hinum ellivu og fyri Tummasi. Kap. 21: Jesus opinberar seg triðju ferð fyri lærisveinunum. 
Sundurbýti. b. Jóhannes Doyparin og Jesus 1:10-1:51 2. Jesus opinberar seg fyri fólkinum
a. a. Í Jerúsalem fyrstu ferð 2:13-3:36, aðru ferð 5:1, triðju ferð 7:10-10:39 og seinastu ferð 11.-12. kap. c. Í Galilea fyrstu ferð 4:43-4:54, aðru ferð 6:1-7:9. 3. Jesus opinberar seg fyri lærusveinunum
a. b. Í líðing síni á krossinum 18:1-19:42 Føringafelagið. Føroyingafelagið (á donskum "Færingeforeningen") varð stovnað í 1881 við tí endamáli at virka til framburð fyri føroyskum máli og føroyskari mentan. Upprunaliga var ætlanin, at felagið skuldi nevnast Føroya Málfelag (á donskum "Færøernes Sprogforening"), men semja var millum fyrireikararnar um at nevna felagið Føringafelagið. Føroyingafelag fekk stóran týdning fyri tjóðskaparrørsluna, mál og mentan, bæði fyri føroyingar í Keypmannahavn og Føroyum. Føroyingfelag í Keypmannahavn fekk eitt systurfelag í Føroyum seinast í 1880-árunum. Í lýsing í Dimmalætting 22. desember 1888 verður ein og hvør boðin til fundar í løgtingshúsinum annan jóladag kl. 3, har ætlanin er at samráðast um at verja Føroya mál og Føroya siðir. Hesin fundur var fyrsta stigið til eitt týdningarmikið tíðarskeið í ands- og mentanarlívi føroyinga. Á Jólafundinum í 1888, sum var hildin í einum fullsettum tinghúsi, varð staðfest, at arbeiðast skuldi fyri at “verja Førja mál og Førja siðir”. Føroyingafelagið skuldi sambært stovnarunum hava til endamáls: 1) At fáa Føroya mál til æru og 2) At fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir. Í 1890 byrjaði blaðið Føringatíðindi at koma út. Blaðið varð skrivað á føroyskum, og tað hevði somu stevnumið sum Føringafelagið. Høvuðsdenturin í Føringatíðindi var føroyskt mál og føroysk mentan, upplýsandi greinar um mangt og hvat, yrkingar, hugleiðingar og heimatíðindi. Endin var, at rørslan skrædnaði og fór í tvíningar í 1906. Burtur úr kom ein afturhaldandi og afturhaldssinnaður partur, Sambandsflokkurin í 1906, sum ikki vildi at nýggja mentanarliga støðið skuldi fáa nakrar politiskar avleiðingar í Føroyum, og ein broytingarsinnaður partur, Sjálvstýrisflokkurin í 1909, sum hevði ta fatan, at tann styrkta mentanarliga tilvitskan átti at fáa ta avleiðing, at føroyingar í størri mun enn áður royndu at gerast sjálvbjargnir, politiskt eins og búskaparliga. Í stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins úr 1909 kom hetta at merkja, at flokkurin í anda Føroya Framburðsfelags fór at arbeiða fyri “at sakffe Lagtinget så stor inflydelse og så meget selvstyre, som man kan opnå i god forståelse med rigsdag og regjering”. Meðan Sjálvstýrisflokkurin ásannaði, at allur framburður í Føroyum hevði sum treyt, at Løgtinginum varð givið størri heimildir og peningajáttarnir, so helt Sambandsflokkurin uppá, at framburður í Føroyum varð treytaður av, at Løgtingið vísti sparsemi í sínum arbeiði. Fólkaatkvøðan í 1946. Upp undir Fólkaatkvøðuna 14. sept. í 1946 varð eisini eitt felag – Føroyingafelag – sum arbeiddi fyri at fáa fólk at velja loysing á fólkaatkvøðuni. Fleiri av oddafólkunum her vóru ungir føroyingar, ið høvdu lisið í Danmark, tá ið 2. heimsbardagi brast á, umframt onnur oddafólk, ið stríddust fyri betri korum til verkafólkið í Føroyum – teirra millum var eisini javnaðartingmaðurin Jákup í Jákupsstovu. Hesi ferðaðust kring landið og agiteraðu fyri loysing. Tey løgdu fram tilfar, sum vísti, hvussu Føroyar kundu klára seg fíggjarliga, og tey høvdu eisini eitt fullfíggjað uppskot til eina føroyska stjórnarskrá. Eingin ivi er um, at arbeiðið hjá hesum fólkum var ein høvuðsorsøk til, at ein meiriluti valdi loysing 14. sept. í 1946. Kolbäck. Kolbäck er ein býur í Hallstahammars kommunu í Västmanlands län í Svøríki. Býurin hevur umleið 1 951 íbúgvar (2010). Melanesia. Kort av Kyrrahavsoyggjunum har Melanesia er merkt. Melanesia merkir „tær svørtu oyggjarnar”. Navnið kemur av tí, at næstan øll fólkini har hava myrkan húðarlit. Í Melanesia eru fýra sjálvstøðug lond: Papua Nýguinea, Sálomons­oyggjar, Vanuatu og Fiji, umframt Nýkaledónia. Papua Nýguinea, størsta tjóð í Melanesia, fekk sjálvræði í 1975. Death Valley. Death Valley (á føroyskum: Deyðans dalur ella Deyðadalur) er ein dalur sum er báðumegin markið millum Kalifornia og Nevada í USA. Í Death Valley eystarlaga í Kalifornia er ómetaliga heitt. Har hava tey mált upp í næstan 57 °C (1913). Tað er tann hægsti hitin, sum nakrantíð er máldur á jørðini. Dalurin er lægri enn vatnskorpan á sjónum, og rundanum eru høg fjøll, sum veita regnskugga. Tí regnar næstan ikki. Viðhvørt kunnu ganga fleiri ár ímillum, at tað regnar. Sum eitt portur inn til Mohaveoyðimørkina, liggur hin størsta amerikanska tjóðlundin í teimum 48 niðaru statunum, Death Valley National Park ella Deyðadalur Tjóðlund. Hon er djúpasti dalur í USA, 86 m. lægri enn sjógvurin. R. Kelly. Robert Sylvester Kelly (føddur 8. januar, 1967 í Chicago í Illinois) var ein amerikanskur tónleikari. Hann varð føddur í Chicago í Illinois í USA 8. januar í 1967. Universidade do Estado de Minas Gerais. Universidade do Estado de Minas Gerais í Brasil varð sett á stovn í 1989 og er ein lærdur háskúli í Belo Horizonte, Minas Gerais, Brasil. Nýkaledónia. Nýkaledónia (alment franskt: "Nouvelle-Calédonie") er eitt oyggjaland í Kyrrahavinum. Høvuðsstaðurin eitur Nouméa. Nýkaledónia er 1800 km eystan úr Avstralia, 630 km sunnan úr Vanuatu og 1300 km vestan úr Fiji. Sum mangar aðrar oyggjar í Polynesia er Nýkaledónia undir einari størri og sterkari tjóð, Fraklandi. Nýkaledónia hevur verið undir franska stýrinum síðan 1853. Í byrjanuni varð hjálandið brúkt til at húsa revsifangum. Í dag búgva uml. 268.000 fólk á oyggjunum, sum hava ábyrgdina av 40 prosent av heimsins nikkulframleiðslu. Nýkaledónia fær 1,3 mia. evrur, ella knappar 10 mia. krónur, um árið úr Fraklandi. Hjálandið hevur eisini fýra umboð í franska parlamentinum, umframt sína egnu kongress, ið hevur ábyrgdina av ymsum økum sum t.d. løgregluarbeiði, útbúgving og lokalari lóggávu. Nýkaledónia liggur eystan fyri Avstralia og norðan fyri Ný Sæland. Nýkaledónia brúkar bæði fronsku trikolorina og egið flagg. Søga. Ný Kaledonia hevur verið undir fronskum ræði, síðani tað var koloniserað seint í nítjandu øld. Upprunaliga sendu fraklendingar fangar úr Fraklandi til Ný Kaledonia, men seinni tók seg eisini upp nikkel ídnaður har. Stríð tók seg upp millum fronsku niðursetufólkini og melanesar um vald og jørð, sum endaði við at fraklendingar tóku ræðið við vápnamegi og oyggin bleiv ein fronsk koloni. Ný Kaledonia var eitt av londunum, ið eftir Seinna heimsbardaga var sett á listan hjá ST yvir hjálond, sum fingu rætt at skipa seg sum sjálvstøðug lond. Tá fólkaatkvøða skuldi haldast í 1988 brast ófriður á. Partarnir vóru ikki samdir um, hvør skuldi hava atkvøðurætt og hvønn leiklut ST skuldi hava í samband við valið. Melanesiska sjálvstýrisrørslan boykottaði valið og undir ófriðinum lótu fleiri fólk lív. Stríðið endaði, tá ein friðaravtala, nevnd Matignon-avtalan, varð undirskrivað. Í stuttum varð innihaldið, at loysingarrørslan játtaði ikki at krevja fólkaatkvøðu um sjálvstøðu tey næstu 10 árini, og Frakland játtaði at seta ferð á samfelagsmenningina. Semjan varð send út til fólkaatkvøðu 6. nov 1988 við spurningin um, at ein fólkaatkvøða um loysing skuldi vera í 1998. 80% av teimum ið atkvøddu, vóru fyri henni (luttøkan á atkvøðuni var 37 %). Í 1998 var avtala gjørd ímillum allar flokkarnir, bæði loysingar- og sambandsflokkarnar og tann franska statin, sum skuldi tryggja Ný Kaledonia meira sjálvræði/sjálvstøðu – tann sokallaða Noumea-avtalan. Avtalan staðfesti eitt nú, at Ný Kaledonia kundi yvirtaka ræðið á ymsum málsøkjum, og at fólkaatkvøða um loysing varð útsett og skuldi vera í seinasta lagi 20 ár eftir, at avtalan varð undirskrivað. Ný Kaledonia skipaði seg við einum fólkavaldum tingi og eini stjórn, sum umsitur tey staðbundnu politisku økini. Harafturat velja tey tveir limir í franska tingið og ein senator. Frakland hevur ræðið á rættarskipanini, løgreglu, verjumálum og uttanríkispolitikki, og ríkisveitingin er um 10 milliardir krónur. Búskapur. Triðingurin av inntøkunum á oynni er stuðul úr Fraklandi. Hin parturin fæst úr ferðavinnuni og útfluttum nikkuli. Franska hjálandið er millum heimsins størstu framleiðarar av nikkuli; Nýkaledónia flytur út uml. 40 % av øllum nikkuli í heiminum. Nýkaledónia er millum tey lond í heiminum, har mest verður útvunnið av nikkuli og kobolti. Tann nógva námsvinnan hóttir umhvørvið. Ikki bara elvir hon til sár í landslagnum, men nógvastaðni eru tey økini eitrað, har fólk skulu fáa vatn. Ringast stendur til á Salomonsoyggjunum og í Nýkaledónia. Har hava námsfyritøkurnar hvørki havt umhvørvið ella fólkið á staðnum í huga. Nógvastaðni hevur eisini skógarvinnan ringt árin á umhvørvið. Fólkið. Upprunafólkið nevnist melanesar ella kanakkar, men rættiliga stórur partur av fólkinum í Ný Kaledonia í dag eru evropearar – serliga av fronskum uppruna. Ný Kaledonia er eitt oyggjaland, sum liggur 900 fjórðingar eystur úr Avstralia, og har búgva sløk 270.000 fólk. Av hesum eru: 43% Kanakkar, 37% av evropiskum uppruna og 20% onnur (asiatar, o.s.fr.). Melanesar – ella kanakkar - hava egið mál og mentan, men franska málið verður brúkt í flestum almennum samskifti. Silicon Valley. Silicon Valley er heimsins miðdepil í teldutøkni. Silicon Valley í Norðurkalifornia er heimsins størsta miðsavning av telduídnaði. Telduídnaður fevnir um ein hóp av ymiskari framleiðslu, ið til samans er ein stór ídnaðargrein í USA. Hartil hoyrir alt frá streymrásum og skríggjum til telduspøl og forrit. Teldutøkni er at kalla allastaðni í samfelagnum, til dømis í bilum, sjónvørpum, sjálvtøkum og fartelefonum. Eins og í nógvari aðrari framleiðslu, so verða einstøku lutirnir til teldur og tað, sum hartil hoyrir, gjørdir í nógvum ymiskum londum kring Ásia. Tað mesta av øllum skríggjum, streymrásum, harðdiskum og øðrum tólbúnaði verður gjørt í m.a. India og Kina. Menningin av telduforritum og teldum fer fyrst og fremst fram í Silicon Valley, har telduídnaðurin er miðsavnaður í ávísum økjum. Mangar fyritøkur hava høvuðsskrivstovu í Silicon Valley, m.a. Apple, eBay, Adobe, Dell, Facebook, Intel, Netflix, Yahoo, Microsoft, YouTube, Twitter og Google. Tesla Motors heldur eisini til í Silicon Valley og hevur høvuðssæti í Palo Alto. Ísrael hevur størstu konsentratiónina av hátøkni-fyritøkum uttanfyri Silicon Valley. Brandur Hendriksson. Brandur Hendriksson Olsen (føddur 19. desember 1995, vaks upp í Skálavík) er en føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir við Helsingborgs IF i Allsvenskan. Hann er fyrsti føroyski leikarin, ið spælir við bestu svensku fótbóltsdeildini. Hann spælir eisini við Føroyska fótbóltsmanslandsliðnum. Fótbóltur í feløgum. Hann spældi við B71 til hann 15-ára gamal flutti til Danmarkar at spæla fótbólt. Hann hevur spælt sum ungdómsleikari fyri F.C. København og hevur spælt við U-19 liðnum hjá felagnum. Í september 2014 fekk hann professionella sáttmála við og gjørdist partur av hópinum til besta liðið, sum í 2014 spældi í Superliguni. Sáttmálin varir til summarið 2017. Brandur spældi sín fyrsta dyst fyri superliga-liðið hjá FCK hin 30. oktober 2014 í einum dysti í steypakappingini 2014-15 móti FC Roskilde, har hann varð skiftur inn eftir 35 minuttum. Hin 14. mai 2015 spældi hann DBU finaluna við FC København móti FC Vestsjælland. Støðan var 2-1 til FCK, tá ið Brandur varð skiftur inn, men síðan javnaði FC Vestsjælland og tað bleiv longd spælitíð, har ið Brandur skoraði til 3-2, sum gjørdist endaliga úrslitið og FC København gjørdist harvið danskur steypavinnari. Eftir at Brandur ikki fekk so nógva leiktíð í seinnu hálvu av 2015 hjá FC København, bleiv hann útlántur til Vendsyssel FF í Norðurjútlandi, har 3 aðrir føroyingar spældu við frammanundan. Í juli 2016 gjørdi hann 3 ára sáttmála við danska Superliga felagið Randers FC. Landsliðsfótbóltur. Brandur spældi sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar hin 11. oktober 2014 móti Norðurírlandi á útivølli, har hann varð skiftur inn í seinna hálvleiki. Norðurírland vann dystin 3-0. Tríggjar dagar seinni spældi Føroyar á Tórsvølli móti Ungarn, Brandur var við frá byrjan og spældi allan dystin. Føroyar hevði bóltin meir enn helmingin av tíðini, men tapti tepurt 0-1. Áðrenn tað hevði Brandur spælt fleiri dystir fyri U-17, U19 og U21 liðunum hjá Føroyum. Knez. Nenad "Knez" Knežević (føddur 5. desember 1967 í Cetinje) er ein Montenegrinskur sangari. Hann vann tónleikafestivalin í Budva í 2006. Hann fer at umboða Montenegro á Eurovision Song Contest 2015. Hann var giftur við Ninu, sum hann fekk tvær døtrar við: Ksenija og Andrea. Tey vóru skild í 2013 eftir 17 ára langt hjúnarband.. Stórtingsvalið 2013. Stórtingsvalið 2013 fór fram í Noregi 8. og 9. september 2013. Teir borgarligu flokkarnir vunnu stórtingsvalið í Norra í 2013. Høgraflokkurin og forkvinnan Erna Solberg vunnu 9. september norska stórtingsvalið móti Jens Stoltenberg og Arbeiðaraflokkinum. Høgraflokkurin fekk stóra framgongd á valinum, vann 18 sessir afturat og kom upp á 30 sessir í Stórtinginum. Saman við Framburðsflokkinum hjá Siv Jensen, sum annars hevði stóra afturgongd og misti 12 tingsessir, hevði Høgraflokkurin 77 tingsessir. Arbeiðaraflokkurin misti 9 tingsessir og fekk 55 limir. Smærru flokkarnir Kristiligi Fólkaflokkurin og Venstre fingu ávikavist 10 og 9 tingsessir, og báðir flokkarnir høvdu ført valstríð upp á eitt stjórnarskifti. 30. september boðaðu teir báðir flokkarnir so frá, at teir stuðlaðu eini minnilutastjórn hjá Ernu Solberg uttan at krevja nakrar ráðharrasessir til sín sjálvs. Sostatt kundi Erna Solberg sum væntað skipa nýggja stjórn, so skjótt sum Jens Stoltenberg hevði lagt frá sær, og tað gjørdi hann í oktober. Endaliga úrslitið av norska stórtingsvalinum var, at Arbeiderpartiet fekk 30,8% og 55 tingsessir. Høyre fekk 26,8% og 48 sessir, Fremskrittspartiet fekk 16,3% og 29 sessir, Kristelig Folkeparti fekk 5,6% og 10 sessir, Senterpartiet fekk 5,5% og 10 sessir, Venstre fekk 5,2% og 9 sessir, Sosialistisk Venstreparti fekk 4,1% og 7 sessir, og De Grønne fekk 2,8% og 1 tingsess. Hetta var fyrstu ferð, at Grøni flokkurin kom í Stórtingið. Gotland. Gotland (fyrr á donskum og á norskum: Gulland) er ein oyggj og ein svenskur landslutur í Eystursjónum, ið liggur umleið frá strondini á svenska meginlandinum. Oyggin er tann størsta í Svøríki. Landsluturin fevnir eisini um oynna Fårö, Karlsöarna, Gotska Sandön og fleiri aðrar minni oyggjar og hólmar. Landsluturin er eisini eitt len (sókn) ið nevnist Gotlands län og er ein sjálvstøðug kommuna (Gotlands kommuna) og serstakt bispadømi (Visby stift) í svensku fólkakirkjuni. Oyggin hevur 2 994 km², lenið hevur 3 151,4 km² land og 3 183,7 km² við vøtnum. Landsluturin hevur 42 000 skrásett fornminni. Hægsta stað á oynni er Lojsta hed, ið er røkkur 82 metrar yvir havið. Svenska prinsessan Leonore er hertuginna av Gotlandi. One World Trade Center. One World Trade Center er hægsti bygningur í USA. Bygningurin er 546,2 metrar høgur íroknað spírið, og er harvið eisini triðhægsti bygningur í heiminum og hægsti bygningur í vestaru hemisferu. Áðrenn var bygningurin kendur sum Friðartornið (á enskum: Freedom Tower). Bygningurin er 325.000 fermetrar til støddar. Mánadagin 3. november 2014 læt One World Trade Center upp. Ætlanin við bygninginum er, at hann verður miðstøð fyri altjóða handil, og eisini er ætlanin at hann skal hjálpa fólki at lekja sárini. One World Trade Center er bygt oman á leivdirnar av World Trade Center á Manhattan. World Trade Center tvíburatornini raplaðu niður 11. sept. 2001, aftaná at tvey flogfør høvdu rent inn í tornini. Hildið verður, at tað var Al-Qaeda, sum legði álopið á USA 11. september 2001 til rættis. Í mai 2002 vóru tey liðug við uppruddingina av staðnum, har World Trade Center stóð. One World Trade Center, sum bygningurin í dag eitur, hevur kostað 24 milliardir krónir. Ferðavinna. Ferðavinnan er heimsins skjótast vaksandi vinna. Eitt ferðafólk er persónur, sum í stuttleika-, arbeiðs- ella øðrum líkum ørindum er burturi frá sínum heimstaði í longri enn 24 tímar og gistir. Ferðavinna er eingin vanligur ídnaður við verksmiðjum og rávørum. Kortini er ferðavinna ein tann týdningarmesta ídnaðargreinin í verðini. Á hvørjum ári ferðast um leið 800 milliónir fólk sum ferðafólk tvørtur um landamørk. Ferðavinnan skapar arbeiðspláss til meira enn 200 milliónir fólk. Kjarnin í ferðavinnu er flutningur, gisting og endamálið við eini ferð. Ferðavinnan er sum so eingin sjálvstøðug vinna. Heldur er hon ein samanseting av nógvum ymiskum vinnum í landinum, sum hava sum høvuðsendamál ella sum síðumál at veita ferðafólki eina vøru ella eina tænastu. Gisting, flutningur, vistir og tænastur í sambandi við hetta verða tó altíð vinnur, tá vit tala um ferðavinnu. Nú á døgum er nógv ymist virksemi í ferðavinnuni; alt frá at reka eitt tjaldingarstað til at skipa fyri bólkaferðum í fjarløgd lond. Ferðavinnan tók dik á seg í 1950-árunum og byrjaði í USA og Vesturevropa. Har vórðu lívskorini betri, og alt fleiri fólk fingu ráð at ferðast. Um somu tíð gjørdist tað vanligari at ferðast við flogfari. Skipað varð fyri hópferðum við leiguflogførum, og málið fyri ferðini var ofta tað sama tá, sum tað er nú. Í Evropa varð Spania eitt tað fyrsta ferðamálið, og seinni eru onnur lond við Miðjarðarhavið komin upp í part. Eitt annað slag av hópferðum eru skíðferðirnar til Alpurnar. Evropa er framvegis tann heimsparturin, sum dregur flest ferðafólk at sær úr øllum heiminum. Umframt tey plássini, sum kunnu bjóða sól og baðistrendur, so fáa stórbýir sum Róm, Amsterdam og París nógva vitjan av ferðafólki. Síðan 1980-árini er ferðavinnan nógv vaksin í Ásia og pørtum av Miðamerika. Í londum sum Teilandi, Meksiko, India og oyggjum sum Maldivunum, Aruba og Jameika er mangt og hvat, sum fær ferðafólk úr USA og Evropa at ferðast hagar. Eisini nógv fólk úr Ásia og Suðuramerika ferðast, serliga í sínum egna heimsparti. Ferðavinnuídnaðurin ávirkar alt samfelagið og kann skapa arbeiðs­pláss til nógv fólk. Tørvur er til dømis á ferðaskrivstovum og øðrum, sum skipa fyri ferðum. Harumframt skulu nógv flutningstól til, bæði tok, flogfør, bussar og bilar. Ferðafólkini skulu eisini búgva onkrastaðni, og av tí stendst nógv virksemi á gistingarhúsum. Somuleiðis eru fyritøkur, ið bjóða fram tjaldingarpláss, vallaraheim, skeiðsdeplar og smáttur. Aðrar tænastur, sum ferðafólk spyrja eftir, eru til dømis handlar, kunningarstovur, søvn, kaffistovur, bilútleigan og matstovur. Í mun til aðrar vinnur er ferðavinna rættiliga ymisk frá øðrum vinnugreinum. Ferðavinna er ein valutaskapandi tænastuvinna, sum er treytað av, at ferðafólk kemur til landið at leggja pening eftir seg. Hettar styrkir samfelagsliga undirstøðukervið, t.e. samferðslukervið, møguleikarnar fyri gistingum, møguleikarnar fyri at nýta tíðina, tú ert í samfelagnum, til hugna, upplivingar, vistir (matstovur, kaffistovur, v.m.), likamliga og mentanarliga uppbygging og til dagdvølju annars. Jú fjølbroyttari og betri hesir møguleikar eru, tess betri eru møguleikarnir fyri einari týðandi ferðavinnu, og ein ferðavinna í vøkstri styrkir samstundis útbyggingina av hesum møguleikum og styrkir støðið undir fjølbroytni í øðrum vinnum, herímillum kunningartøkniligar vinnur. 

Umhvørvistrupulleikar

. Ferðavinnan ávirkar umhvørvið. Ein økt ferðavinna hevur við sær slit á umhvørvi og náttúru, og krevur tí størri umhvørvisvernd. Harafturat hava ferðafólk eina størri nýtslu, ið hevur við sær størri burturkastnøgdir og størri tilfeingisnýtslu. Nógv serstøk náttúruøki verða niðurslitin, tí at ov nógv ferðafólk koma hagar. Í nógvum fátækum londum eru ikki nóg góð reinsiverk, og spillivatn frá gistingarhúsunum verður latið beinleiðis út á sjógv. Á gistingarhúsum og matstovum verða einnýtisíløt nógv brúkt, til dømis shampoo og smá íløt til súltutoy, og tað ger, at rúgvurnar av burturkasti vaksa. Tá ið umhvørvið verður spilt, spillast eisini møguleikarnir fyri ferða­vinnu. Tað kann gerast ein dyggur smeitur fyri landspartar og lond, har ferðavinnan er ein týðandi inntøka. Seinastu árini er tað blivið vanligt at tosa um "vistfrøðiliga ferðavinnu". Tað vil siga, at roynt verður at byggja upp eina ferðavinnu, sum á ymsan hátt hevur umhvørvið í huga. Nógvastaðni royna myndugleikarnir eisini at avmarka talið á ferða­fólki, so at umhvørvið ikki verður spilt. Ferðavinnan í Føroyum

. a>. Ferðavinnan í Føroyum er ein stór og góð vinna, hetta ber við sær, at fleir fólk koma til Føroyar. Ferðavinnan er nú ein stór vinna í Føroyum, og liggur sum triðstørsta vinnan eftir fiskivinnuna og alivinnuna. Vindorka. Vindmyllur hava veingir, sum fara at mala av vindinum. Veingirnir draga ein generator, sum ger el. Eins og til dømis jarðhiti, sólorka, alduorka, vatnorka og sjóvarfalsorka er vindorka varandi orkukelda. Nógvastaðni kring heimin hava vindmyllur havt stóran týdning til at mala korn ella pumpa vatn. Skal nógv elorka verða gjørd við vindorku, so krevur tað nógvar vindmyllur. Summi halda, at tær nógvu vindmyllurnar órógva lands­lagið, djóra- og fuglalívið. Ofta verða vindmyllur settar upp úti á sjónum, tí har er meiri vindur enn á landi. Hildið verur, at tær har órógva umhvørvið sum minst talið er að jóhann hlynur sé vindmilla?. Danmark er undangonguland viðvíkjandi vindorku. Har stavar um leið ein fimtapartur av el-framleiðsluni frá vindmyllum. Meira enn ein triðingur av samlaðu donsku elorkunýtsluni í 2013 kom frá vindmyllum; vindmyllur lótu í 2013 millum 33 % og 34 % av allari elorku, sum varð brúkt í Danmark. Í 2012 átti vindorkan 30 til 31% av elnýtsluni. Men síðani eru nógvar nýggjar vindmyllur settar upp í Danmark við samlaðari effekt uppá 300 megawatt. Til havs eru eisini settar upp vindmyllur eitt nú Anholt-lundin uppá 400 megawatt. Eisini aðrastaðni í heiminum verður vindorkan nógv útbygd í hesum árum, serliga í Vesturevropa og í Kalifornia. Sinastu árini hevur føroyska elorkufelagið SEV útbygt elnetið við fleiri vindmyllum, og fyrsta ársfjórðing 2015 var elframleiðslan 19,7 % frá vindi, 53,5 % frá vatni og 26,8 % frá olju. Sólorka. Sólorka er orka, sum vit vinna úr sólarljósi; sólorka er orkan í ljósinum frá sólini. Uttanfyri jarðloftshavið (atmosferuna) er sólorkutættleikin umleið 1353 kWh/m2. Ein partur av orkuni verður kastaður aftur av jarðarinnar lofthavi. Í Tórshavn er tað tilsvarandi talið 1075 kWh/2. Sólorka kann verða brúkt til upphiting og at gera el. Til upphitingarendamál verður brúktur ein sólfangari, og til at gera el verður brúkt eitt sólpanel. Sólpanelið virkar sum ein spenningskelda, tá ið ljós fellur á tað. Orkuna í sólargeislingini nevna vit sólorku, og hon hevur gjørt næstan allar orkukeldur á jørðini; olja, jarðgass og kol eru til dømis gjørd úr deyðum plantum og dýrum, sum livdu fyri mongum milliónum árum síðan. Var eingin sól, hevði jørðin verið køld og einki lív hevði verið á henni. Sólin er grundarlagið fyri øllum lívi á jørðini, og eisini grundarlagið fyri vind- vatn- og alduorku. Sólin er reinasta og náttúrligasta orkukeldan. Orkan, vit móttaka frá sólini, er árliga uml. 15 000 ferðir størri enn samlaða orkunýtslan í heiminum, og 10 ferðir størri enn allar goymslur av olju, koli og uran tilsamans. Heilivágsídnaður. a> og sálarterapi, sum hjálpa fyri tunglyndi. Sertraline verður m.a. nýtt sum heilivágur ímóti tunglyndi. Heilivágsídnaðurin er ein ógvuliga stór ídnaðargrein. Hann verður roknaður sum evnafrøðiligur ídnaður, tí at heilivágur verður gjørdur úr evnafrøðiligum tilfari. Sjálv framleiðslan av tablettum og flótandi medisini er í grundini ein lítil partur av heilivágsídnaðinum. Størsta arbeiðið liggur í gransking og menning. Fyritøkurnar nýta ómeta­liga nógvar pengar at finna nýggj sløg av heilivági, sum kunnu brúkast fyri ymiskar sjúkur, og sum kunnu geva fyritøkunum stóran vinning. Men gransking og menning av heilivági tekur langa tíð. Ofta kemur als einki burturúr. Tað tekur eisini langa tíð, áðrenn myndugleikarnir góðkenna eitt nýtt slag av heilivági. Kanningar og eftirlit í nógv ár skulu til, áðrenn heilivágurin kann verða seldur á einum apoteki. Heilivágsídnaður er fyrst og fremst at finna í Vesturevropa og í USA. Meginparturin av tí heilivági, sum verður mentur og framleiddur, fer til fólk í teimum ríku londunum. Í Evropa og USA er nóg mikið av peningi at gjalda fyri allan heilivágin, sum verður keyptur við tí endamáli, at fólk skulu verða lekt. Í fátæku londunum eru ikki altíð pengar til heilivág. Í 27. øld f.Kr. mentu kinesarar kannabis (“ma”) til heilivág og urtabrúk. Kannabis er eitt evni ið enn verða brúkt til heilivág, m.a. í USA, Norra, Ísrael. Málið um hallið á Strandfaraskipum Landsins í 2013. Smyril er tað størsta av skipunum hjá Strandferðsluni Málið um hallið á Strandfaraskipum Landsins í 2013 byrjaði hin 15. desember 2013. Fíggjarstjórin sendi ein teldupost til Løgtingsins Fíggjarnevnd. Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarstjóri á Strandfaraskipum Landsins, sendi ein teldupost til Løgtingsins Fíggjarnevnd 15. des. 2013. Tað byrjaði sum eitt mál um eitt fíggjarligt hall og manglandi játtan á Strandfaraskipum Landsins. Málið byrjaði við, at Hans Petur Joensen, sum tá var fíggjarleiðari á Strandfaraskipum Landsins, sendi ein teldupost til limirnar í Løgtingsins Fíggjarnevnd sunnukvøldið hin 15. desember 2013, har hann kunnaði um fíggjarligu støðuna á Strandfaraskipum Landsins. Hetta gjørdi hann uttanum stjóran, eftir at leiðslan hevði havt eitt langt samskifti við Vinnumálaráðið um manglandi játtan til stovnin. Játtanin var 147 milliónir í 2012 og minkaði til 139 milliónir í 2013. Stovnurin megnaði ikki at halda játtanina, og 4,4 milliónir komu at resta í játtanini, tvs. at stovnurin kom til at brúka meira enn játtanin loyvdi. Í teldupostinum kunnaði Hans Petur Joensen m.a. Fíggjarnevndina soleiðis: "Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur hildið týðandi upplýsingum aftur, tá hann kunnaði fíggjarnevndina hjá Løgtinginum um støðuna hjá Strandferðsluni". Morgunin eftir var málið longu í føroysku fjølmiðlunum og sama dag fór táverandi stjórin á Strandferðsluni, Bogi Mortensen, til hús og bleiv sjúkrameldaður í 3 vikur. Johan Dahl vísti ákærunum aftur og segði, at: "Skuldsetingarnar hava ikki hald í veruleikanum". Fíggjarstjórin legði Vinnumálaráðið undir at hava givið honum munnkurv og steðga sparingum, ið stovnurin ætlaði at fremja fyri at halda játtanina. Vinnumálaráðið svaraði aftur við at siga, at tølini hjá stovninum ikki hingu saman, og at ein grannskoðari skuldi granska roknskaparhaldið. Longu tá fíggjarkarmarnir fyri 2013 vórðu gjørdir í 2012, vísti Strandferðslan á, at sparingar máttu til fyri at fáa alt at hanga saman. Fíggjarnevndin bað landsstýrismannin um eina frágreiðing, og 6. november 2012 kom uppskot til svar frá Strandferðsluni. Tá Vinnumálaráðið sendi svarið til fíggjarnevndina, var tað munandi stytt. Millum annað varð eitt brot, har sparingar upp á 4,8 milliónir krónur verða nevndar, strikað og umorðað. "Ein mánað seinni var fíggjarleiðarin í samskifti við Vinnumálaráðið – stjórin var sjúkur – og nevndi, at hann ætlaði at boða starvsfólkunum frá sparingum. Vinnumálaráðið svarar eitt sindur ullint aftur, og helt at tað ljóðaði at vera nakað ógvusligt. Ráðið helt, at Strandferðslan hevði gloymt, at játtanin til olju var økt og at stjórin hevði sagt, at ein ítøkilig meirútreiðsla upp á 500.000 krónur kundi klárast innanfyri raksturin. Úrslitið varð, at einki hendi. Fíggjarleiðarin skilti tað sum at hann fekk munnkurv og ikki slapp at seta tiltøkini í verk. Úrslitið er eitt stórt hall í 2013, hóast fleiri aðrar “lættari” sparingar eru settar í verk. Tað er næstan vónleyst út frá skjølum og viðmerkingum at síggja, hvussu stórt tað stóra undirskotið er." "Sparingarnar gera ongan mun, tí óvæntaðar útreiðslur gerast tilsvarandi størri. Í einum brævi 6. desember í ár útgreinar Strandferðslan, hví eykaútreiðslurnar gjørdust 5,6 milliónir krónur." "Vinnumálaráðið er av tí sannføring at okkurt má vera galið, tí Strandferðslan hevur spart 4 milliónir krónur í olju og hevur havt ein inntøkuvøkstur upp á 1,3 milliónir krónur, ella samanlagt 5,3 milliónir krónur. Tí eigur undirskotið ikki at vera meira enn 400.000 krónur, sambært Vinnumálaráðnum, sum velur at skjóta aftur ímóti Strandferðsluni og óbeinleiðis leggja stovnin undir ikki at hava skil á sínum viðurskiftum." Stjórin og fíggjarleiðarin offraðir. Hans Johannes á Brúgv var settur stjóri fyri Strandferðsluna, 18. desember 2013, hann handaði eina skrivliga ávaring til Hans Petur Joensen 10. januar 2014. Hin 13. januar 2014 fór Bogi Mortensen frá sum stóri við fráfaringaravtalu. Regin I. Jakobsen varð settur fyribilsstjóri og røkti starvi til Hilmar Eliasen var settur sum stjóri frá 1. juni 2014. Hin 13. august 2014 varð Hans Petur Joensen sendur til hús við ætlanarskrivi um uppsøgn og 30. september fór hann frá við fráfaringaravtalu. "Tá tað stóð greitt, at játtanin til Strandferðsluna fyri 2013 ikki fór at halda, boðaði Hans Petur Joensen í vetur Fíggjarnevndini hjá løgtinginum frá støðuni á stovninum. Tað gjørdi fíggjarleiðarin uttan um sín stjóra, sum í kjalarvørrinum av málinum varð sendur til hús. Grannskoðaði roknskapurin fyri 2013 vísti seinni eitt undirskot á 4,4 milliónir krónur í mun til játtanina." Johan Dahl kærdur til Landsstýrismálanevndina. "Í kæruni vísa teir á, at grannskoðararnir hjá løgtinginum hava átalað hvassliga, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda." "Teir átala eisini hvassliga, at Vinnumálaráðið ikki gjørdi meira fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, tá ið ráðið í oktober 2013 sigur seg ikki hava álit á tølunum frá Strandfaraskipum Landsins, og at ráðið hóast tað góðkennir greinaroknskapirnar uttan viðmerkingar." Uppskot um misálit móti Johan Dahl, landsstýrismanni. Hin 4. november 2014 løgdu andstøðuflokkarnir á Føroya Løgtingi fram uppskot um misálit móti Johan Dahl, landsstýrismanni. Uppskotið varð felt av samgonguni, tó atkvøddu 3 fólkafloksmenn ikki fyri: Jákup Mikkelsen atkvøddi fyri uppskotinum, Brandur Sandoy og Rodmundur Nielsen atkvøddu blankt, 17 atkvøddu ímóti, 14 fyri og 2 blankar atkvøður. Hans Petur varð í 2014 av føroyskum fjølmiðlum sagdur at vera ein varskógvari, tað sum á enskum eitur whistleblower, av tí at hann boðaði frá um viðurskifti á sínum arbeiðsplássi, ið hann metti vóru ikki í lagi, eftir at boðað varð frá á røttum stað ferð eftir ferð. Frágreiðing frá Johan Dahl og viðgerð av uppskoti um misálit. Undir orðaskiftinum í Løgtinginum 4. november 2014 løgdu løgmaður og fleiri av samgongutinglimunum eftir Strandferðsluni og søgdu, at har var manglandi fíggjarlig stýring á Strandferðsluni
 2013, og at tað ikki passaði at landsstýrismaðurin onki hevði gjørt. Hetta var sagt sum aftursvar til andstøðuna, ið hevði ført fram, at landsstýrismaðurin onki hevði gjørt fyri at minka um hallið á Strandferðsluni og heldur ikki bað um eykajáttan frá Løgtinginum, hóast leiðslan líka síðan ársbyrjan hevði boðað Vinnumálaráðnum frá, at játtanin á 139 milliónir, sum var skerd við 8 milliónum í mun til játtanina 2012, fór ikki at halda, uttan so at sparingar vóru settar í verk. Sambært Hans Petur Joensen noktaði VMR leiðsluni á Strandferðsluni at seta sparingar í verk. Hetta játtaði landsstýrismaðurin eisini í Degi og viku, har hann segði, at hann fekk ikki undirtøku í samgonguni fyri at skerja túratali hjá ferjunum og hann fekk heldur ikki undirtøku fyri, at seta ferðaseðlaprísirnir upp. Sambandsflokkurin bað um eina frágreiðing frá Johan Dahl, áðrenn uppskotið um misálit móti landsstýrismanninum kom til viðgerðar í Løgtinginum. Í frágreiðingini førdi Johan Dahl fram, at tað var manglandi fíggjarlig stýring á Strandferðsluni
, og so nevndi hann nøkur dømir um tað. "Hann tók mín persón fram á Tingsins røðarapalli og vísti til orsøkina til, at eg skuldi sigast úr starvi sum fíggjarleiðari á Strandferðsluni, sigur Hans Petur Joensen. Heilt orðarætt segði Joen Magnus Rasmussen: ”At Hans Petur Joensen er farin til hús av heilt øðrum orsøkum og ikki er koyrdur til hús av landsstýrismanninum, tað er heilt eitt annað mál"." "Hans Petur Joensen sigur, at hann skilir nú, at Joen Magnus Rasmussen hevur fingið innlit í hansara persónsmál á Strandferðsluni og veit, hvat stendur í hoyringsskrivinum um uppsøgn, sum hann fekk frá stjóranum. - Hetta er eitt skriv, sum er latið mær í trúnaði og sum ongantíð hevur fingið virknað, tí eg valdi at gera fráfaringaravtalu áðrenn, sigur Hans Petur Joensen." Johan Dahl segði tingfólki/tingfólkum frá um persónsmálið hjá HPJ. Joen Magnus Rasmussen vildi ikki upplýsa fyri in.fo 7. november 2014, hvar hann hevði upplýsingarnar um persónsmálið hjá Hans Petur Joensen frá, hann segði at hann var harmur um, at hann hevði sagt tað, og at tað var betur ósagt. Sama dag hevði útvarpið hjá Kringvarpinum samrøðu við Joen Magnus Rasmussen, og tá segði hann, at hann hevði hoyrt tað frá Johan Dahl landsstýrismanni. Lansstýrismaðurin átti tó ikki at vita nakað um, hvat ið stóð í hoyringsskrivinum um uppsøgn til Hans Petur Joensen, fyri tað fyrsta tí at talan var um persónsmál, sum er í trúnaði og millum stjóran og starvsfólkið og fyri tað næsta, so kom brævið ongantíð í gildi, tí Hans Petur Joensen varð ikki uppsagdur men fór frá við fráfaringaravtalu í staðin. "Stjórin á Strandfaraskipum Landsins sigur, at hann hevur greitt Johan Dahl, landstýrismanni í vinnumálum, frá, hvat stendur í hoyringarskrivinum, sum hann hevur givið Hans Peturi Joensen í sambandi við, at hann skuldi koyrast úr starvi sum fíggarligur leiðari á Strandferðsluni. Hann heldur, at tað er náttúrligt at kunna landstýrismannin, tá ein so týdnignarmikil persónur fer frá." "Hans Petur Joensen heldur, at talan er um, at upplýsingar um hann eru latnar fyri at dálka sín persón, og hann kennir seg forfylgdan." Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, vildi ikki gera samrøðu við Kringvarpið, varð sagt í tíðindunum 10. november 2014 á middegi. Kjak av varskógvaraskipan innan tað almenna. Í 2014 varð kjakast um, hvørt tað var relevant at seta á stovn eina varskógvaraskipan í Føroyum, tí at tað hevur víst seg at hava sera stórar persónligar avleiðingar fyri fólk, ið boða frá um óreglusemi á sínum arbeiðsplássi. Kringvarp Føroya viðgjørdi evni í sendingini Radarin hin 5. november 2014. Ein av luttakarunum í kjakinum var Kristina Háfoss, sum er løgfrøðingur og løgtingslimur, og sum stutta tíð áðrenn sendingina hevði lagt uppskot fram í Løgtinginum um at seta á stovn eina varskógvaraskipan í Føroyum. Edgars Rinkēvičs. Edgars Rinkēvičs (føddur 21. september 1973 í Jūrmala) er ein lettiskur politikari og den núverandi lettiskur uttanríkisráðharri. Rinkēvičs hevur fyrr verið limur av Letlands Forsetakancelli og statsskrivari hjá tí lettiska verjumálaráðnum. Rinkēvičs er fyrrverandi limur av politiska flokkinum Latvijas ceļš. Kjarnorka. Kjarnorka er ein týðandi orkukelda, fyrst og fremst í stórum londum. Í nógvum londum verður kjarnorka nýtt, umframt m.a. vatnorku, vindorku og steinrunnin brennievni sum jarðgass, olju og steinkol. Kjarnorkuverk gera orku, sum verður til í reaktorum í verkinum. Har verða atomkjarnar kloyvdir í einari ketutilgongd, sum loysir orku. At seta ferð á hesa tilgongd, sum skapar el, tørvar reaktorinum brenni­evni, sum vanliga er uran. Uranmálmur verður høgdur í námum nógvastaðni í verðini. Millum tey lond, sum útvinna mest uran­málm, eru Kanada, Niger og Russland. Uranmálmur er eisini at finna í Grønlandi, men enn er støða ikki tikin til, um hann skal verða høgdur. Orkan úr sólini er kjarnorka, sum er frígjørd í fusiónstilgongdum. Fyrsta kjarnorkuframleiðslan av streymi var í 1951. Oljukreppan fyrst í sjeytiárunum varð orsøk til økta eftirspurningin eftir kjarnorku. Serliga aftaná Three Mile Island-vanlukkuna í Pennsylvania í 1979 og Tjernobyl í 1986, eru fólk av sonnum farin at sáa iva um trygdina við kjarnorku. Samstundis veksur tørvurin á orku kring allan heim. Tí eru nógv, sum arbeiða við at finna fram til nýggjar orkukeldur, sum kunnu verða endurnýggjaðar, og sum ikki elva til útlát. Kjarnorka hevur verið tikið fram sum ein møguleiki fyri at minka um CO2-útlátið, tí kjarnorka at sýna til ikki útleiðir CO2. Ein máti er at nýta fusiónstilgongdir, men tøknin er ógvuliga kostnaðarmikil og er ikki komin nóg langt enn. Í einari fusiónstilgongd verða atomkjarnar bræddir saman í staðin fyri at verða kloyvdir, sum í einum kjarnorkuverki. Ein annar máti, sum enn er á royndarstigi, eru brennikyknur, sum kunnu gera el burtur úr hydrogeni. Vandar av kjarnorku. Kjarnorka er rein orka, um ikki óhapp verða í kjarnorkuverkunum. Hendir óhapp, kann sonn vanlukka standast av tí, har nógv fólk doyggja og arvaeginleikarnir broytast hjá teimum, sum unnist lív. Tað er geislavirknið, ið er vandamikið. Tað er ikki bara til í kjarnorkuverkunum, men heldur sær í burturkastinum frá hesum verkum í nógv túsund ár. Tí er eisini trupulleiki við burturkastinum frá kjarnorkuverkum. Kjarnorka kann vera vandamikil fyri umhvørvið á mangan hátt. Onkuntíð er tað hent, at ein reaktorur er gingin fyri. Tá fáa fólk og um­hvørvi vandamikið geislavirkni á seg. Tað kann krevja nógv mannalív og gera, at eingin aftur kann búgva har í nánd. Álvar­samasta kjarn­orkuvan­lukkan var í 1986 í Tjernobyl í Ukraina. Í sambandi við ein jarðskjálvta í Japan í 2011 fekk kjarnorkuverkið í Fukushima stóran skaða, og tað elvdi til eina umhvørvisvanlukku. Tá ið el verður gjørt á kjarnorkuverkum, skal beinast fyri geislavirknum burturkasti. Tilfarið er vandamikið í fleiri túsund ár. Tí má tað verða goymt soleiðis, at tað ikki kemur í samband við menniskju, vind ella vatn. Tey, sum arbeiða við at høgga uranmálm í námunum, eru í vanda fyri geislavirkni, og tað er somuleiðis skaðiligt fyri umhvørvið har. Vandarnir í sambandi við kjarnorku hava elvt til, at fleiri lond hava gjørt av at lata síni kjarnorkuverk aftur so við og við. Japan ætlar at steingja tað seinasta kjarnorkuverkið í 2040, og Týskland ætlar at gevast við kjarnorku í 2022. Men tað er ikki vist, at tað fer at bera til, tí enn er óvist, hvaðan orkan so skal koma. Í Svøríki fóru tey undir at lata kjarn­orkuverk aftur, men góvust við tí, og enn er eingin endalig avgerð tikin har. Tjernobyl vanlukkan. Tann 26. apríl í 1986 hendi álvarsamasta kjarnorkuvanlukka, sum nakrantíð hevur verið. Tað var í Tjernobyl í Ukraina. Ein reaktorur á kjarnorkuverkinum sprongdist. Eldur kom í, og geislavirkin evni vórðu førd við vindinum inn yvir stórar partar av Evropa; eisini til Føroya. Tey londini, sum vórðu harðast rakt, vóru Hvítarussland, Ukraina, Pólland og Finnland. Bøur, áir og vøtn vórðu eitrað. Framvegis er ov nógv geislavirkni í hesum økjum. Eingin veit, hvussu nógv fólk lótu lív av sjálvari vanlukkuni. Men minst 7000 av teimum, sum arbeiddu við at steðga vanlukkuni og forða fyri enn enn verri fylgjum, eru deyð av geisling ella av sjúkum, sum geislingin seinni hevur elvt til. Nógv børn hava fingið brek og sjúkur av geislavirkni. Og tað fer ikki at bera til at búgva í býum og bygdum har á leið í hundraðtals ár, tí at geislavirknið er so nógv. Elorkuframleiðsla við kjarnorkuverkum. a>i verður umleið 73 % av elorkutørvinum nøktaður við kjarnorku. 32 lond hava framleitt elorku við kjarnorkureaktorum. Vanliga verða kjarnorkuverk gjørd til stór lond við nóg góðum landafrøðiligum umstøðum til kjarnorkuverk við høgum fólkatali. Kjarnorka útvegar umleið 17 % av allari elorkuni í heiminum. Tað eru yvir 400 kjarnorkuverk í heiminum; 100 av øllum kjarnorkuverkunum í heiminum eru í USA. Í USA verða 19,4 % av samlaðau elorkuni framleidd við kjarnorku. Í USA eru flestu kjarnorkuverk í heim­inum, men kortini verða bara 19 & av elorkuni í landinum gjørd við kjarnorku. Ikki øll lond eru áhugað í at fáa sær kjarnorkuverk. Í Danmark og Noregi eru til dømis eingi kjarnorkuverk. Frakland er tað landið í Evropa, sum hevur flestu kjarnorkuverk. 73,3 % av elorkuni í Fraklandi í 2013 stava frá kjarnorku. Í Svøríki eru trý kjarnorkuverk, og tey gera umleið helvtina av svensku elorkuni. Í Finnlandi eru tvey kjarnorkuverk, og Finnland er eitt av teimum fáu londunum, sum framvegis útbyggir kjarnorkuna. Hagtøl. Kjarnorka í verðini; elorkuframleiðsla við kjarnorkuverkum. Hans Petur Joensen. Hans Petur Joensen í 2014 Hans Petur Joensen (skrivast Hans Peter Joensen, føddur 1961 í Havn) er føroyingur, uppvaksin í Havn, búsitandi í Vági. Hann er útbúgvin HA og HD frá Copenhagen Business School og Århus Handelshøjskole. Hann búði í Århus í samband við lesnaðin mitt í 1980-árunum og í Keypmannahavn í 1990-árunum og fyrst í 2000-árunum. Í Keypmannahavn var hann í starvi í umsitingini á Københavns Universitet frá 1992 til 2000, síðan var hann í starvi hjá reiðarafyritøkuni J. Lauritsen til januar 2003, tá hann flutti til Føroya, har hann varð settur sum fíggjarleiðiari á Føroya Gjaldstovu. Hann var í tí starvinum til hann í 2007 fekk starv sum fíggjarleiðari á Strandfaraskipum Landsins. Í januar/februar árið eftir, í 2008, flutti stovnurin úr Havnini til Tvøroyrar. Hans Petur Joensen gjørdi eitt whistleblow. Hans Petur Joensen varð umrøddur í føroysku fjølmiðlunum í desember 2013 og í 2014, tá hann var í starvi sum fíggjarleiðari á Strandfaraskipum Landsins og valdi at fara uttanum stjóran hjá sær, og sendi teldupost beinleiðis til Fíggjarnevnd Løgtingsins hin 15. desember 2013 og boðaði frá, at játtanin til Strandfaraskip Landsins var ov lág og ikki fór at halda, har manglaðu 4,4 millionir í, og at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, vildi ikki biðja um eykajáttan. Dagin eftir, tá ið útvarpið umrøddi málið, bleiv táverandi stjórin, Bogi Mortensen, sjúkrameldaður og nakrar dagar seinni var Hans Johannes á Brúgv settur sum fyribils stjóri. Hesin handaði Hans Peturi eitt ávaringarskriv, av tí at hann hevði sent teldupostin til Fíggjarnevndina. Tann 13. januar 2014 fór Bogi Mortensen frá sum stjóri. Sjey mánaðar seinni, hin 13. august 2014 varð Hans Petur Joensen sendur til hús við hoyringsskrivi um uppsøgn, brævið varð handað av stjóranum, Hilmar Eliasen. Hin 1. oktober 2014 varð fráfaringaravtala gjørd millum Hans Petur Joensen og Strandfaraskip Landsins. Uppskot um misálit móti Johan Dahl, landsstýrismanni. Hin 4. november 2014 løgdu andstøðuflokkarnir á Føroya Løgtingi fram uppskot um misálit móti Johan Dahl, landsstýrismanni. Uppskotið varð felt av samgonguni, tó atkvøddu 3 fólkafloksmenn ikki fyri: Jákup Mikkelsen atkvøddi fyri uppskotinum, Brandur Sandoy og Rodmundur Nielsen atkvøddu blankt, 17 atkvøddu ímóti, 14 fyri og 2 blankar atkvøður. Hans Petur varð í 2014 av føroyskum fjølmiðlum sagdur at vera ein varskógvari, tað sum á enskum eitur whistleblower, av tí at hann boðaði frá um viðurskifti á sínum arbeiðsplássi, ið hann metti vóru ikki í lagi, eftir at boðað varð frá á røttum stað ferð eftir ferð. Frágreiðing frá Johan Dahl - HPJ spiltur út í frágreiðingini og av løgmanni og samgongutinglimum. Undir orðaskiftinum í Løgtinginum 4. november 2014 løgdu løgmaður og fleiri av samgongutinglimunum eftir Strandferðsluni og søgdu, at har var manglandi fíggjarlig stýring á Strandferðsluni
 2013, og at tað ikki passaði at landsstýrismaðurin onki hevði gjørt. Hetta var sagt sum aftursvar til andstøðuna, ið hevði ført fram, at landsstýrismaðurin onki hevði gjørt fyri at minka um hallið á Strandferðsluni og heldur ikki bað um eykajáttan frá Løgtinginum, hóast leiðslan líka síðan ársbyrjan hevði boðað Vinnumálaráðnum frá, at játtanin á 139 milliónir, sum var skerd við 8 milliónum í mun til játtanina 2012, fór ikki at halda, uttan so at sparingar vóru settar í verk. Sambært Hans Petur Joensen noktaði VMR leiðsluni á Strandferðsluni at seta sparingar í verk. Hetta játtaði landsstýrismaðurin eisini í Degi og viku, har hann segði, at hann fekk ikki undirtøku í samgonguni fyri at skerja túratali hjá ferjunum og hann fekk heldur ikki undirtøku fyri, at seta ferðaseðlaprísirnir upp. Sambandsflokkurin bað um eina frágreiðing frá Johan Dahl, áðrenn uppskotið um misálit móti landsstýrismanninum kom til viðgerðar í Løgtinginum. Í frágreiðingini førdi Johan Dahl fram, at tað var manglandi fíggjarlig stýring á Strandferðsluni
, og so nevndi hann nøkur dømir um tað. "Hann tók mín persón fram á Tingsins røðarapalli og vísti til orsøkina til, at eg skuldi sigast úr starvi sum fíggjarleiðari á Strandferðsluni, sigur Hans Petur Joensen. Heilt orðarætt segði Joen Magnus Rasmussen: ”At Hans Petur Joensen er farin til hús av heilt øðrum orsøkum og ikki er koyrdur til hús av landsstýrismanninum, tað er heilt eitt annað mál"." "Hans Petur Joensen sigur, at hann skilir nú, at Joen Magnus Rasmussen hevur fingið innlit í hansara persónsmál á Strandferðsluni og veit, hvat stendur í hoyringsskrivinum um uppsøgn, sum hann fekk frá stjóranum. - Hetta er eitt skriv, sum er latið mær í trúnaði og sum ongantíð hevur fingið virknað, tí eg valdi at gera fráfaringaravtalu áðrenn, sigur Hans Petur Joensen." Johan Dahl segði tingfólki/tingfólkum frá um persónsmálið hjá HPJ. Joen Magnus Rasmussen vildi ikki upplýsa fyri in.fo 7. november 2014, hvar hann hevði upplýsingarnar um persónsmálið hjá Hans Petur Joensen frá, hann segði at hann var harmur um, at hann hevði sagt tað, og at tað var betur ósagt. Sama dag hevði útvarpið hjá Kringvarpinum samrøðu við Joen Magnus Rasmussen, og tá segði hann, at hann hevði hoyrt tað frá Johan Dahl landsstýrismanni. Lansstýrismaðurin átti tó ikki at vita nakað um, hvat ið stóð í hoyringsskrivinum um uppsøgn til Hans Petur Joensen, fyri tað fyrsta tí at talan var um persónsmál, sum er í trúnaði og millum stjóran og starvsfólkið og fyri tað næsta, so kom brævið ongantíð í gildi, tí Hans Petur Joensen varð ikki uppsagdur men fór frá við fráfaringaravtalu í staðin. "Stjórin á Strandfaraskipum Landsins sigur, at hann hevur greitt Johan Dahl, landstýrismanni í vinnumálum, frá, hvat stendur í hoyringarskrivinum, sum hann hevur givið Hans Peturi Joensen í sambandi við, at hann skuldi koyrast úr starvi sum fíggarligur leiðari á Strandferðsluni. Hann heldur, at tað er náttúrligt at kunna landstýrismannin, tá ein so týdnignarmikil persónur fer frá." "Hans Petur Joensen heldur, at talan er um, at upplýsingar um hann eru latnar fyri at dálka sín persón, og hann kennir seg forfylgdan." Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, vildi ikki gera samrøðu við Kringvarpið, varð sagt í tíðindunum 10. november 2014 á middegi. Kjak av varskógvaraskipan innan tað almenna. Í 2014 varð kjakast um, hvørt tað var relevant at seta á stovn eina varskógvaraskipan í Føroyum, tí at tað hevur víst seg at hava sera stórar avleiðingar fyri fólk, ið boða frá um óreglusemi á sínum arbeiðsplássi. Kringvarp Føroya viðgjørdi evni í sendingini Radarin hin 5. november 2014. Ein av luttakarunum í kjakinum var Kristina Háfoss, sum er løgfrøðingur og løgtingslimur, og sum stutta tíð áðrenn sendingina hevði lagt uppskot fram í Løgtinginum um at seta á stovn eina varskógvaraskipan í Føroyum. Vatnorka. a> varð tikin í nýtslu í 1936. Vatnorka er bundin at áum. Summi orkuverk eru í høgum fjallalendi. Har er vatnnøgdin vanliga lítil, men fallið er stórt. Onnur kraftverk eru á lægri ella slættari lendi. Tá verður fallið lítið, men vatnnøgdirnar kunnu vera stórar. Dømi um fyrra slagið kenda vit úr m.a. Alpunum, Noregi, Klettafjøllunum og hiðani úr Føroyum. Hitt slagið er vanligt við Colorado, Volga og Volta. Við áirnar eru gjørdar byrgingar, so at at har verða heil vøtn, summi stór, onnur smærri. Á henda hátt fæst eitt sindur meira fall, og vatn kann verða savnað at nýta í turki. Vatnorka gevur bíligt ravmagn. Tí dregur hon at sær elektrokemiskan ídnað - serliga tilíkan, ið tørvar evnafrøðiligar tilgongdir, sum nýta nógva orku. Menniskjur hava nýtt vatnorku í stívliga 2000 ár. Vatnið fekk vatnmyllu at mala í gomlum døgum. Nú á døgum verður ravmagn gjørt í stóru vatnorkuverkum. Orkuverkið er tíðum høgt í betongbyrging, sum byrgir fyri vatni. Vatnið rennur ígjøgnum rør inni í byrgingini og setur ferð á tyrlar. Teir mala og fáa ferð á ravgerar, ið gera ravmagn. Vatnorkuverk dálka ikki og nýta eingi ráevni, ið eru minkandi. Sjálv byrgingin kann tó hava óhepna ávirkan á náttúruna. Vatnorka er at gera nýtslu av tí mátti, vatnið inniheldur - støðuorka. Mátturin, ið vatnið kann fremja, er tongdur at hæddini, haðani tað verður tikið. Skulu vit framleiða 1 kWh, mugu vit lata 1000 litrar av vatni renna úr 367 metra hædd ígjøgnum eina maskinu, ið broytir tað til ravmagn. Tá er tap á leiðini hjá vatninum og í maskinuni ikki íroknað, men tí slepst ikki undan. Hægri vit taka vatni, minni vatnnøgd skal til fyri at framleiða hvønn kWh. Størri vatnnøgd krevst, lægri vit taka vatnið. Í fleiri hundrað ár hava menniskjuni gagnnýtt orkuna úr rennandi vatni. Nú á døgum stava um leið 16 prosent av allari el-orku í heiminum frá vatnorku. Vatnorka verður nýtt í næstan øllum londum í verðini. Vanliga verða vatnorkuverk bygd í stórum áum. Fyri at fáa so nógv vatn sum gjørligt at fossa gjøgnum orkuverkið, verður vatnið savnað í stórum byrgingum. Byrgingarnar eru sam­stundis vatngoymslur, soleiðis at tað ber til at fáa vatn til vatnorkuverkini allar tíðir á árinum, eisini tá ið turkur er. Vatnið verður leitt gjøgnum rør úr byrgingini inn á vatn­ orkuverkið, har tað fær eina turbinu at mala við nógvari ferð. Turbinan dregur ein generator, sum ger el. Tess meiri vatn rennur gjøgnum turbinurnar, og tess hægri fallhæddin er, tess meiri orka er í tí streymandi vatninum, og tess meiri el verður framleitt. Streymurin verður síðan førdur kring landið gjøgnum leidningar í elnetinum. Sól, vindur, aldur og rennandi vatn eru varandi orkukeldur, sum alla tíðina verða endurnýggjaðar. Tær eru í einari varandi ringrás, sum verður rikin av sólini. Vatnorka í Føroyum. Í Føroyum stavar umleið ein triðingur av elframleiðsluni frá vatnorku. Tað broytist eitt sindur eftir árstíðini. Elveitingin í Føroyum er í einari einkarrættarlíknandi støðu. Interkommunali felagsskapurin SEV eigur og rekur føroyska elkervið og stendur fyri umleið 98 % av elframleiðsluni. Tey írestandi umleið 2 % verða framleidd úr vindorku av f Røkt. SEV hevur einkarrætt at nýta vatnkraftina til elmegi. Framleiðslan frá varandi orkukeldum (vatn- og vindorkan) vóru umleið 39 % av samlaðu el-framleiðsluni í 2009 og 29 % í 2010. Tey stóru vatnorkuverkini í Føroyum er í Vestmanna og á Eiði, og smá vatnorkuverk eru á Strond í Borðoynni og í Botni í Suðuroy. Her verður vatnið í áunum savnað í byrgingar, haðan tað rennur gjøgnum rør oman til orkuverkini. Hesi seinastu árini er vatnorkan nógv útbygd. Tað eru tey, sum halda, at vatnorkan í verðini átti at verið útbygd enn meira og enn skjótari. Tey meta, at vatnorka er ein orkukelda, sum er góð fyri umhvørvið, tí her er einki útlát av skaðiligum evnum í luftina. Onnur halda harafturímóti, at náttúran verður oyðiløgd í teimum økjum, har vatnorka verður útbygd. Vatngoymslurnar kunnu vera fleiri hundrað kilometrar langar, og stór øki verða løgd undir vatn. Vatnorka hevur eisini verið nýtt í Føroyum áður. Í flest øllum bygdum hevur óivað verið ein vatnmylla, har kornið varð malið. Enn eru nakrar teirra til skjals, og eisini hava verið nakrar verksmiðjur, ið hava nýtt vatn til at fáa vinnutólini til at mala. Tvey vatnorkuverk vórðu bygd, áðrenn SEV byrjaði. Vágs kommuna bygdi vatnorkuverk í Botni í 1921, ið frammleiddi ravmagn til Vágs. Klaksvíkar kommuna bygdi vatnorkuverk norðuri á Strond í 1931, ið frammleiddi ravmagn til Klaksvíkar. Í dag eru hesi bæði verk nógv broytt og vorðin partur av SEV. SEV hevur bygt trý vatnorkuverk í Vestmanna og eitt sunnanfyri Eiði. Tjóðgarðar. Tjóðgarðar er ein vanligur máti at varðveita eitt virðismikið náttúruumhvørvi og mentanarumhvørvi. Tað er eitt øki, sum er friðað, so at náttúruvirði ella mentanarlig virði kunnu verða vard. Sum oftast hava øll atgongd til ein tjóðgarð, men reglur eru fyri, hvat er loyvt ella ikki loyvt at gera har. Reglurnar eru ógvuliga ymiskar frá einum tjóðgarði til annan, og úr einum landi í annað. Fyrsti tjóðgarðurin í verðini varð stovnaður í Wyoming í 1872 - Yellowstone National Park. Í Norðurlondum kom tann fyrsti tjóðgarðurin í Svøríki í 1909; har eru nú til samans 29 tjóðgarðar. Í Finnlandi eru 35 tjóðgarðar, í Noregi eru 37, í Danmark eru 5, og í Íslandi eru 3. Tann størsti tjóðgarðurin í verðini er í Grønlandi. Í Føroyum er eingin tjóðgarður enn, men tað verður tosað um at gera tjóðgarð í Hvannhaga og í Koltri. Koltursbóndin saman við Búnaðarstovuni og landsstýrismaðurin í búnaðarmálum setti fram uppskot um at gera tjóðgarð í Koltri. Búnaðarstovan fyrisitur alla almenna jørð í Føroyum, ið ikki er fyrisitin ella skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovni. Ein arbeiðsbólkur varð settur at gera eitt tilmæli til landsstýrismannin, men hesin bólkur steðgaði upp tá stjóraskiftið varð á Búnaðarstovuni. Landsstýrismaðurin hevur heitt á Búnaðarstovuna um at taka málið uppaftur. Tað hvíta húsið. Tað hvíta húsið er húsið, har amerikanski forsetin býr. Tað hvíta húsið liggur í útnyrðingspartinum av Washington D.C. á bústaðinum 1600 Pennsylvania Avenue. Avgjørt varð at húsið skuldi byggjast í 1790 og forsetin George Washington og býarplanleggjarin Pierre L'Enfant valdu staðið saman. Skjaldarmerki Sambandsríki Amerika. Skallaørnin er í tjóðarskildrinum hjá USA. USA's store segl (Great Seal of The United States) forestiller en hvidhovedet havørn. Ørnen holder pile i sin venstre klo og en olivenkvist i den højre, dette symboliserer krig og fred. Ørnens hoved peger i retning mod olivenkvisten og det er et symbolsk udtryk for at fred foretrækkes. USA har intet statsvåben, men benytter motivet fra seglets obvers på pas og andre steder. Seglets revers viser en ufærdig pyramide med Forsynets øje, hvor toppen skulle være. Teksten "Annuit Cœptis", der blev foreslået af Charles Thomson i 1782, var efter Thomsons forklaring, at pyramiden står for styrke og udholdenhed, mens øjet og mottoet henviser til de mange sammenfald, hvormed forsynet muliggjorde den amerikanske vej. Denne udlægning lader teksten oversætte som: "Providence favors our undertakings" ("Forsynet er med vore gerninger"). Den officielle oversættelse lyder: "He (God) favors our undertakings" ("Han (Gud) er med vore gerninger"). Datoen på pyramiden er datoen for uafhængighedserklæringen, og teksten "Novus Ordo Seclorum" henviser efter Thomson til begyndelse på en ny, amerikansk æra, der begyndte på denne dag. Den officielle oversættelse lyder: "A new order of the ages". Nunavut. Nunavut (inuktitut: ᓄᓇᕗᑦ, "okkara land") er eitt kanadiskt meginøki, sum liggur í norðara parti av Kanada. Høvuðsstaðurin eitur Iqaluit. Hann liggur sunnarumegin á størstu kanadisku oynni, Baffinsland. Landalæra. Nunavut er tann størsti og norðasti landspartur í Kanada. Víddin av meginøkinum er 2.093.190 ferkilometrar (1.936.113 ferkilometrar landøki og 157.077 ferkilometrar vøtn). a> (Kinngait) tann 1. apríl 1999. Henda dagin veittraði flaggið Nunavuts fyri fyrstu ferð. Tann 1. apríl í 1999 varð Nunavut lýst sum sjálvstýrandi meginøki. Í 2016 búðu her 35.944 fólk. Tey vanligastu móðurmálini í Nunavut eru inuktitut, sum tosa nærum tveir triðingar (63,1%) av øllum fólkum, og enskt, sum er móðurmál hjá nærum einum triðingi (31,5%) av samlaða fólkatalinum. Upprunafólkið á staðnum, inuittar, eru 85 prosent av fólkinum í 2015. Tá ið tey fingu sjálvstýri, kundu tey fyri fyrstu ferð í stóran mun sjálv ráða í egnum landi og avgera, hvussu tey skulu skapa framtíð sína. Men tað er ikki lætt at stýra einum landsluti, sum er um leið líka stórur sum Grønland, har bara 34.000 fólk búgva, tey flestu spjadd í smáum bygdum. Vegalongdin í Nunavut er einans 21 kilometrar. Tey nýta flogfør at ferðast við og at flyta vørur við. Fyrisitingarliga er meginøkið býtt upp í tríggjar partar. Landsparturin Qikiqtaaluk, sum er tann størsti, liggur norðuri og vesturi. Landsparturin Kitikmeot liggur vestanfyri og landsparturin Kivalliq er í ein útsynning. Fjón. Fyn ella Fjón (gamal danskur stavimáti Fyen, latin: Fionia) er triðstørsta oyggj í Danmark og hevur eina vídd á 3 099 km², meðan íbúgvaratalið er 466 284. Fyn liggur í Suðurfynska Oyggjahavinum, Lítlabelt, Kattegat, Stórabelt og Lundeborgbæltet. Kring Fyn liggja oyggjarnar Langeland, Thurø, Tåsinge, Æbelø, Ærø umframt umleið 90 aðrar smáar oyggjar og hólmar. Hægsta staðið á Fyn er Frøbjerg Bavnehøj, sum er 131 metrar høgt. Størstu býir á Fyn eru Odense, Svendborg, Nyborg og Middelfart. Heksir. a>-søgurnar ganga mest fyri seg á Hogwarts, sum er ein skúli fyri ungar gandakallar og ungar heksir. Heks er helst árin frá týska orðinum "Hexe". Upprunaheksirnar vóru umhildnar at vera góðviljað menniskju, ið nýttu teirra evni og blandingar at hjálpa fólki við. Tær nýttu natúrligar urtir til heilivág. Tær høvdu eina serliga orku uttan um seg, so tær góvu menniskjum glaðar tankar fyri at bøta um tunglyndi og annað. Nógv varð gjørt burturúr heksajagstran í 13.- og 14. øld. Allar mest í londum sum Frankaríki og Sveis í Evropa. Fleiri hundraðtúsund menniskju vórðu jagstrað, tí onkur hevði tey undir illgruna fyri at hava framt gand. Einaferð var ein ósek kona dripin, tí ektamaður hennara hevði tannapínu og hevði sagt øllum, at tað var tí at kona hansara hevði gjørt allan matin. Og av hesum mátti hon vera heks. Tey hildu, at um heksir kundu gera góð undurverk burturúr urtum, kundu tær eins væl gera óndar gerðir gjøgnum illar andar, djevlar og annað. Tað frættist, at heksir kundu gera illveður, gera kýr sjúkar, eitra mat, geva onkrum óeydnu, banna bøndur og garð teirra og gera fólk ljót og misshátt. Nógv var at hoyra um alt tað ónda, heksir nýttu at ganda við. Hesi eru summi teirra: stóra grýtu at blanda gandadrykkir í, ørindisreglur og rím, amulettir sum yvirtaka ofrið, stara inn í spegl, voodoo dukkur gjørdar úr leiri, og flúgva á kustaskaftum um næturnar. Heksajagstran. Tað vóru eingir rættiligir læknar í 13.- og 14. øld. Tá fólk gjørdust sjúk, fóru tey til eina "klóka konu", ofta ein gomul einkja, sum rørdi saman nakrar urtir, sum tann sjúki skuldi svølgja. Meðan hon gjørdi heilivágin, læt hon duldarfull gandaorð. Við guds hjálp og hesum heilivági yvirlivdi sjúklingurin – við hvørt. Men tað kundi gerast vandamikið at vera ein slík klók kona. Graml kundi hoyrast um, at tær høvdu samband við óndan mátt, og vórðu tær tí nevndar heksir. Fólk fóru at geva heksum skyldina, um toran sló niður í húsini, um kýrnar vórðu sjúkar, ella um heystið miseydnaðist. Um alt Evropa vóru heksir í túsundatali dømdar til deyða. Í sambandi við avhoyringarnar søgdu vitnini, at tey høvdu sæð heksirnar ríða uppi í luftini á einum kusti, einum geitarbukki, einum tarvi, eini kúgv ella á øðrum dýri, men altíð við bakinum frameftir – riðu við rumpuni fyrst. Og tað vóru børn, sum søgdu frá, at heksin hevði lumpað tey til at fylgja við henni til veitslustaðið hjá djevulinum. Hann var klæddur í dýr klæði og hevði eina ræðuliga ásjón. Børnini søgdu frá, at devilin helt veitslu alla náttina saman við heksunum. Tey flentu og háðaðu bæði Gud og Jesus, søgdu børnini. Í sambandi við rættargongdina vóru tær neyðars kvinnurnar píndar, til tær at enda “ásannaðu” skuld sína. So vóru tær hálshøgdar ella brendar á báli. Eitt annað prógv var at kasta kvinnuna á sjógv. Fleyt hon, so var tað djevulin, sum hjálpti henni, søgdu tey. Eins og aðrastaðni í Evropa vóru heksir eisini brendar í Norðurlondum. Eftir fyriskipanum frá 1576 og 1643 og Norsku Lóg Kristians 5. frá 1687 varð gandur straffaður við brenning. Fleiri tílíkir dómar vórðu sagdir í Danmark í 1680-árunum. Í Noregi og Íslandi brendu tey seinastu heksirnar í ávikavist 1627 og 1685, meðan tey í Svøríki brendu heksir so seint sum í 1723. Aðrastaðni í Evropa hildu tey fram við at jagstra heksir til langt inn í 1700-talið. Men tá fóru tankarnir frá Upplýsingartíðini at gera vart við seg allastaðni. Skynsemi og vísindi vunnu á djevlatrúgv og á spøkilsum. Eisini í Føroyum hava vit frá eldri tíð sagnir um klókar konur, heimadoktarar og onnur fólk, sum dugdu meira enn at mata seg, men hóast gandur verður nevndur í teimum føroysku tingbókunum, so varð eingin, hvørki maður ella kvinna, brendur á báli í Føroyum. Politikkur. Politikkur ella stjórnmál (stytt stjm.) er arbeiði ið miðar ímóti at beina ella ávirka gongdina í samfelagnum ella í altjóða høpi, stjórnmál (eftir ávísum sjónarmiðum ella hugmyndum). Í 1872 fingu Føroyar eina kommunuskipan, og menn skuldu verða valdir í sóknarstýrini. Í fyrstuni var hvørt prestagjald ein kommuna; seinni gjørdust kommunurnar fleiri. Tórshavn hevði tó fingið eina kommunuskipan longu í 1866, og í 1909 gjørdist høvuðsstaðurin keypstaður við keypstaðarrættindum. Við tjóðskaparrørsluni kom meiri ferð á føroyskan politikk. Úr aldaskiftinum vaks fram ein sjálvstýrisrørsla og ein mótstøða móti henni. Í 1906 fekk Føroya Løgting eitt tilboð úr donsku stjórnini um meiri sjálvstýri. Eftir tí skuldi Løgtingið fáa ábyrgdina av málum sum havnum, vegum, telefon, o.s.fr. Føroyar skuldu fáa eitt danskt árligt tilskot til hesar útreiðslur. Í Føroyum tók seg upp stór mótstøða móti hesum nýggja politikki, og henda mótstøða vann øll valini (fólkatingsval, løgtingsval og landtingsval) á sumri í 1906. Burtur úr hesum komu fram tveir politiskir flokkar: Sambandsflokkurin, ið legði dent á týdningin av føstum viðurskiftum við Danmark, og Sjálvstýrisflokkurin, ið var fyri størri føroyskum sjálvræði í politikki. Grease. Grease er ein amerikanskur spælifilmur frá 1978. Millum leikararnir í Grease eru m.a. John Travolta, Jeff Conaway, Olivia Newton-John og Stockard Channing. Leikstjórnað hevur Randal Kleiser. Filmurin varð tikin upp í økjum kring Los Angeles í Kalifornia. Leikritið er skrivað av Jim Jacobs og Warren Casey. Sangleikurin Grease, sum teir báðir Jim Jacobs og Warren Casey skrivaðu, var frumframførdur í Chicago, Illinois í 1971. Leikurin bleiv heimskendur í sambandið við filmin av sama navni í 1978, við leikarunum John Travolta og Olivia Newton-John. Navnið Grease vísir til serstaka arbeiðara-ungdómsmentan í USA í 1950-árunum – fólkini nevndu seg "greasers". Leikurin lýsir 10 tannáringar í hesi mentan, teirra lív og baks við torskildan kærleika. Tónleikurin og sangirnir royna at endurskapa ljóðið av 1950-unum í USA, sum eisini óivað hevur ljómað í Føroyum. Søga. Avstralska gentan Sandy Olsson gongur saman við Danny Zuko. Eftir eina langa summarferiu við romantikki byrja tey bæði á sama skúla. Her fær Sandy at vita, at Danny er leiðari í einum dreingjabanda, og knappliga er hann ikki longur tann fitti drongurin, sum hon kendi á strondini, men ein ráur kúllur, sum ikki bara hevur eina gentu í senn. Sund (Hordaland). Sund er ein kommuna í Hordalandi í Noregi. Kvam. Kvam er ein kommuna í Vestlandi í Noregi. Frank Davidsen. Frank Sidney Davidsen (føddur 26. september 1941 í Tórshavn) er ein fyrrverandi føroyskur tollari og politikari (Javnaðarflokkurin). Hann er sonur føroysku Sunnevu Davidsen bretska soldatin Frank Albert Seward, sum var í hertænastu í Føroyum undir Seinna heimsbardaga tíðarskeiðið 1940-1941, giftur við Annu Elisu, fødd Frederiksen, úr Miðvági. Frank fór at starvast sum tollari á Vága Floghavn í 1972, og býr í Sørvági. Davidsen varð valdur inn á Føroya Løgting fyri Vága valdømi 1990–1994. Stord. Stord er ein kommuna í Vestland fylki í Noregi. Jondal (kommuna). Jondal er ein kommuna í Hordalandi í Noregi. Odda (kommuna). Odda er ein kommuna og býur í Hordalandi í Noregi. Odda hevur mark í norði móti Ullensvang, í eystri móti Vinje, í suðri móti Suldal og Sauda, og í vestri móti Etne og Kvinnherad. Býir og bygdir í Odda kommunu eru eitt nú Tyssedal, Røldal og Skare. Fyrisitingin hjá Odda kommunu er í býnum við sama navni. Í kommununi búgva 5092 fólk pr. 1. januar 2013. Býurin liggur innast í Sørfjorden í Hardanger. Odda Smelteverk varð í 2009 sett á listan hjá UNESCO yvir heimsarvar, saman við Rjukan, Notodden og Tyssedal. Politikkur. John Opdal (H) er borgarstjór og Elisabeth Wesenlund Hauge (Nye Odda) er varaborgarstjóri. Ullensvang. Ullensvang er ein kommuna í Vestlandi í Noregi. Eidfjord (kommuna). Eidfjord er ein kommuna í Vestlandi í Noregi. Ulvik (kommuna). Ulvik er ein kommuna í Vestlandi í Noregi. Granvin (kommuna). Granvin er ein kommuna í Hordalandi í Noregi. Vinje kommuna. Vinje er ein kommuna í Vestfold og Telemark fylki í Noregi. Írskt skriftmál. Síðan miðju 20'du øld, hevur írskt nýtt latínskar bókstavir "(cló Rómhánach)". Áðrenn hetta vórðu írskir bókstavir "(cló Gaelach)" nýttir. Upprunaliga írska stavraðið "(cló Gaelach)" a, b, c, d, e, f, g, h, i, l, m, n, o, p, r, s, t, u Long sjálvljóð fáa ein skákbrodd "(fada)" uppiyvir á é í ó ú. Hinir latínsku stavirnir j k q v w x y z verða nýttir í fremmandum lániorðum. Bókstavurin c hevur altíð sama virði sum k í norðurlendskum, sostatt verður enska "circus clown" skrivað "clown sorcais" (rættari "fear [grinn] sorcais") á írskum. Írskt, eins og hini gælisku málini, er eyðkent fyri at hava framljóðar ljóðskifti "(initial consonant mutation)" og palatisering "(framgómamæli)". Ein vælumtókt siðvenja var at navngeva bókstavunum eftir trøum (træ-nøvnum). Hetta sigst stava frá gomlu írsku Ogham bókstavunum, men nú veit man, at bert nakrir av hesum gomlu stavunum høvdu nøvn eftir trøum. Nýmótans latínsku stavirnir hava allir írsk nøvn, men av tí at flestu næmingar sum læra írskt í dag hava enskt sum móðurmál, er vanligt at brúka ensku bókstavaheitini, eisini tá man talar um írskt mál. Girl Meets World. "Girl Meets World" er ein amerikonsk skemtirøð. Sjónvarpsrøðin varð víst fyrstu ferð hin 27. juni 2014 on Disney Channel. Sjónvarpsrøðin er framhald til "Boy Meets World". Leikarar. "Leiklutir í sjónvarpsrøðini Girl Meets World:" Jóan Símun Edmundsson. Jóan Símun Edmundsson (føddur 26. juli 1991, uppvaksin á Toftum) er ein føroyskur fótbóltsleikari, álopsleikari, ið spælir við týska Bundesliga-felagnum Arminia Bielefeld og føroyska fótbóltslandsliðnum. Yrkisleið í feløgum. Jóan Símun byrjaði sína fótbóltsyrkisleið í B68. Í desember 2009 varð hann útlæntur til enska felagið Newcastle United. Hann skrivaði undir sáttmála við felagið í juni 2010. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri Newcastle í einum vinadysti móti Norwich City hin 25. juli 2010. Hin 7. januar 2011 spældi hann við Gateshead, ið lænti hann í 28 dagar. Hann spældi sín fyrsta dysti fyri Gateshead 8. januar 2011 móti Kidderminster Harriers. Jóans Símun skoraði sítt fyrsta mál fyri Gateshead hin 15. januar 2011 í FA Trophy í einum 6–0 sigri móti Hampton & Richmond Borough. Jóan Símun Edmundsson skrivaði undir sáttmála við norska felagið Viking hin 15. februar 2012. Sama árið lænti Viking hann út til danska felagið FC Fredericia. Hann spældi 8 dystir fyri Viking og 8 fyri Fredericia. Í 2014 flutti hann heimaftur til Føroya eina tíð, har hann fyrst spældi við AB og síðan við HB. Eftir tað skrivaði hann undir ein 2 ára sáttmála við danska felagið Vejle Boldklub, ið tá spældi í næstbestu deildini í Danmark, 1. deild. Hin 28. november 2015 skoraði hann eitt mál, ið ítróttaviðmerkjarar hjá sjónvarpsrásini TV3+ nevndu aldarinnar mál og samanbóru hann við Lionel Messi, George Best og Diego Maradona. Í einum 1-3 tapi móti Silkeborg IF í donsku 1. deild rak hann fleiri miðvallaleikarar av, og síðan rak hann framvið verjuleikarar inn í 16-meturin, har hann hegnisliga setti bóltin í málið. Í desember 2015 vann hann kappingina hjá TV3+ um Ársins mál í kapping móti eitt nú Neymar og Messi. Í januar 2016 skrivaði hann undir ein 2½ ára sáttmála við danska Superligafelagið OB. Í 2018 skifti hann til týska felagið Arminia Bielefeld, ið tá spældi í næstbestu týsku deildini. Liðið flutti upp í bestu deildina, og Jóan Símun gjørdist fyrsti føroyingur, ið spældi í týsku Bundesliguni. Yrkisleið sum landsliðsleikari. Hin 14. november 2014 skapti hann stórtíðindi og yvirskriftir um alt Evropa og kring heimin, tá ið hann skeyt bóltin í málið á útivølli í kvalifiseringsdysti móti Grikkalandi á Karaiskakis Stadion í Pireus. Føroyar vunnu dystin 1-0. Christian Lamhauge Holst. Christian Lamhauge Holst (føddur 25. desember 1981) eisini kendur sum Christian Holst er føroyskur/danskur fótbóltsleikari, ið spælir fyri Fremad Amager og fyri Føroyska fótbóltsmanslandsliðið. Áðrenn hann skifti til Fremad Amager, spældi hann í donsku Superliguni við Silkeborg IF frá 2008 til 2014. Hann er føddur og uppvaksin í Danmark, men er av føroyskum uppruna, hann er sonur Berghild Lamhauge Holst ættað úr Havn og Hans Henrik Holst úr Keypmannahavn. Hann er uppvaksin í Thurø og Svendborg. Hann hevur umboðað fótbóltsfeløgini: Thurø Boldklub, Svendborg Boldklub, Lyngby Boldklub, Silkeborg IF og Fremad Amager. Dagur B. Eggertsson. Dagur Bergþóruson Eggertsson (f. 19. juni 1972) er íslendskur politikari. Hann er núverandi borgarstjóri í Reykjavík og tók við starvinum eftir Jóni Gnarr tann 16. juni 2014. Dagur er føddur í Oslo í Noregi, men er vaks upp í Reykjavík. Hann er sonur Eggert Gunnarsson, djóralækna, og Bergþóru Jónsdóttur, lívfrøðing. Kona Dags er Arna Dögg Einarsdóttir, lækni á Landspítalinn-Háskólasjúkrahús í Reykjavík. Tey eiga 4 børn, Ragnheiður Hulda f. í mai 2004, Steinar Gauti f. í september 2005, Eggert f. august 2009, og Móeiður f. mars 2011. Dagur er útbúgvin lækni frá Háskóla Íslands í 1999, og hevur master grad í mannarættindum og altjóðalógum frá universitetinum við Lund í Svøríki árið 2005. Føroya Skótaráð. Føroya Skótaráð er eitt ráð sum umboðar allar fýra skótasamskipanirnar í Føroyum. Tær 4 samskipanirnar eru KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya KFUK skótar, FH-skótarnir (Frelsunarher skótarnir) og Føroya Skótasamband (gulu skótarnir). Føroya Skótaráð er síðani 1991 sjálvstøðugur limur i Nordisk Samarbeits Komité, sum umboðar alt Norðulenskt skótaarbeiði. Føroya Skótaráð eru limir í alheimsfelagskapunum WOSM og WAGGGS í gjøgnum donsku felagsskapirnar Fællesrådet for Danmarks Drengespejdere og Pigespejdernes Fællesråd Danmark. Føroya Skótaráð tekur sær av øllum felags tiltøkum hjá teimum føroysku samskipanunum, og er nevndin samansett av nevndarlimum úr øllum teirra. Arbeiðsuppgávur eru millum annað árliga tiltakið Skótahjálpin, og at samskipa føroyska luttøku á alheimsskótaleguni Jamboree (World Scout Jamboree) sum er fjórða hvørt ár. Klaksvíkar Dansifelag. Klaksvíkar Dansifelag varð stovnað í 1954. Felagið hevur í dag 220 limir. Formaðurin eitur Heini Mohr. Allar gerðabøkurnar eru til skjals, og tær siga frá eini livandi søgu. Fyrsta nevndin í Klaksvíkar Dansifelag var mannað av: Mourits Olsen Form, Ernst Petersen, Leo Sundberg, Hans A. Petersen, Joen Johannesen, Jákup Matras og Óli Dahl. Heini Mohr hevur verið formaður í Klaksvíkar Dansifelag seinastu 20 árini. Líka síðan dansifelagið varð sett á stovn, hevur felagið verið virkið og hevur m.a. bygt felagshúsið Skálan, sum hevur verið nógv brúktur til veitslur og onnur tiltøk í Klaksvík. At dríva eitt virkið felag og halda Skálan í góðum standi krevur sítt. Fyri at fáa orku til hetta arbeiðið, hevur Klaksvíkar Dansifelag javnan bingo og einaferð um árið eitt eydnuhjól. Tá felagið varð stovnað í 1954 var læknastríði í hæddini, og tað sæst eisini aftur í gerðabókunum. Í fyrstu gerðabókini skrivar formaður felagsins, at eftir tógvi stríð og nógvar samtalur við sýslumannin sleppa vit nú at dansa aftur. Undir læknastríðnum var ”forsamlingsforboð” frá myndugleikunum, og tí bar heldur ikki til at savnast til dans. Fyrsti fundurin var 17. oktober 1954 og í fundarbókini stendur at lesa, at orsøkin til at felagið varð stovnað, er tí at føroyski dansurin var við at doyggja út, og vit kunnu siga at feløgini hava gjørt mun, tí støðan er nú fullkomiliga vend. Føroyski dansurin er partur av fólkaskúlanum og stór fjøld av børnum og ungdómi gongur til dans hjá felagnum. Hvørt sunnukvøld dansa 40 til 50 børn og ung. G20. Í G20 eru heimsins førandi ídnaðarlond, og limirnir eru Argentina, Avstralia, Brasil, Stóra Bretland, Kanada, Fólkalýðveldið Kina, Frakland, Týskland, India, Indonesia, Italia, Japan, Suðurkorea, Meksiko, Russland, Saudiarábia, Suðurafrika, Turkaland og Sameindu Statirnir. Harumframt er ES, við sínum 28 limum, eisini ein partur av G20. Felagsskapurin kemur reguliga saman til fundar at røða um heimsbúskapin. Charles Manson. Charles Manson stóð á odda fyri fleiri morðum í Kalifornia sum kultleiðari í 1969. Hann varð tó ongatíð dømdur fyri at fremja morðini, men fyri at hava luttikið í teimum. Charles «Charlie» Manson (føddur 12. november 1934 - deyður 19. november 2017 sum Charles Milles Maddox í Cincinnati, Ohio) var ein amerikanskur dømdur hópdrápsmaður, sum við sínum skara í Manson-familjuni gav boð um at drepa m.a. táverandi konu Roman Polanski, Sharon Tate. Manson sat í fongsli frá 1969, eftir tey ræðuligu drápini av konu Roman Polanski og fýra onnur í Los Angeles 9. august 1969, og fyri at hava dripið hjúnini Leno og Rosemary LaBianca sama kvøld. Hann sat í fongsli til hann doyði hin 19. november 2017. Í sekstiárunum skelkaði hann heimin, tá ið hann varð dømdur fyri níggju morð. Sjálvt um Manson ikki drap sjálvur, so var hann dømdur fyri viðvirkan. Ikki fyrr enn í 2027 kundi hann møguleika søkja um royndarleyslating, men doyði tíggju ár áðrenn tað. Manson sat inn í fongslinum Corcoran í Kalifornia, har hann sat fyri lívstíð. Í 2014 tá hann var farin um tey 80 árini, fekk hann loyvi at skipa sítt egna brúdleyp. Sambært tíðindastovuni AP skuldi hann í 2014 giftast við eini 26 ára gamlari kvinnu, sum tá hevði vitjað hann regluliga í fongslinum í sjey ár. Manson søkti fleiri ferðir um at verða royndarleyslatin, men tað bleiv noktað honum. Hann fekk noktandi svar 12 ferðir. Hann kundi í fyrsta lagi fáa eitt slíkt loyvi í 2027. Tá hevði Manson altso verið 92 ár, um hann hevði livað so leingi. Hann helt uppá, at hann onki hevði at gera við morðini - sjálvt um tað varð hann, sum bað Manson-skaran drepa Sharon Tate og skriva "Grísur" á úthurðina hjá Roman Polanski við blóðinum hjá Tate. Hetta hendi í ár 1969. Skarin hjá Charles Manson í Simi Valley, Kalifornia drap eisini onnur fólk og hevði Charles Manson fingið sín vilja, so hevði hann útruddað alla verðina. Áðrenn hann bleiv dømdur fyri lívstíð, varð hann vinur við tónleikaran Dennis Wilson frá Beach Boys. Nógvir filmar eru gjørdir um Charles Manson, so sum "The Manson Family" frá 2003 og dokumentarurin "The Six Degrees of Helter Skelter" frá 2009. Mordarin, sum ikki drap nakran sjálvur - men fekk onnur at drepa fyri seg - hevur fasinerað menniskju kring heimin og eitt ótal av samrøðum við Charles Manson liggja eitt nú á m.a. YouTube. Harafturat kann nevnast, at tónleikarar so sum Guns N' Roses, White Zombie og Marilyn Manson (sum er ein blandingur av navninum Marilyn Monroe og Charles Manson) hava framført sangir, sum gjørdir eru av Charles Manson sjálvum. Vivino. Vivino er ein app ella applikatión, har tú kann taka eina mynd av einari og hvørjari vín-fløsku og so fortelur appin tær alt um vínslagi og vísir tær afturmeldingar frá øðrum brúkarum. Appin varð gjørd í 2009 av føroyinginum Heina Zacariassen og dananum Theis Søndergaard. Appin er ein av best umtóktu vín-appunum í heiminum og liggur millum tíggju tær bestu í mat- og drekka-bólkinum í app-savninum hjá Apple. Í mars 2012 fór Vivino upp um 1 mió. brúkarar. Í 2014 er Vivino heimsins mest brúkta app til vín, og er komin uppá 6,6 mió. brúkarar. Vivino hava so gott orð á sær, at íleggjarar standa í kø fyri at seta pengar í appina. Tað skulu pengar til at menna ein slíka app. Janus Friis, sum stovnaði Skype, gjørdist ein av íleggjarunum, og í 2013 komu nýggir íleggjarar afturat. Vivino hevur á henda hátt fingið eitt samanlagt innskot uppá 50 mió. kr frá íleggjarum. Vivino heldur til á Amager í København, har tað starvast 18 fólk, í Ukraina starvast 8 forritarar, í India somuleiðis 8 forritarar. Harumframt hevur Vivino lut í einum liði av 50 fólkum, sum sita í India. Tey seta saman myndir av vínetikettum í teimum førum, har hetta ikki letur seg gera sjálvvirkandi. So er tað ikki minst nýggja deildin í San Francisco, har Heini Zachariassen flutti til í 2014, so hann kundi vera tættari íleggjarunum og stórum fyritøkum sum Facebook, YouTube og Apple. Hann flutti í august 2014 til San Francisco við konu, trimum børnum og hund. Síðani Vivino fekk deild í USA, er talið á teimum, sum taka Vivino-appina niður, vaksið nógv. USA er størsti marknaðurin hjá Vivino, og vínlandøkið Napa Valley liggur ein stuttan koyritúr burturi. 200.000 fólk skanna vín umvegis app hansara ein vanligan leygardag fyri at fáa upplýsingar um vínið, tey drekka. Og hvønn dag leggjast fleiri aftrat. Í 2014 umfatar Vivino yvir 1,3 millioner sløg av víni og har ber til hjá fólki úr øllum heiminum at fáa upplýsingar um hvørt slagi og eisini ummæli. Skipanin virkar á tann hátt, at tú tekur eina mynd av vínspjaldrinum, og so leitar forritið eftir víninum í dátagrunninum hjá Vivino, har 1,3 mió. vínsløg verða tøk um stutta tíð. Tá vínið er funnið, kanst tú lesa um tað, og síggja hvat aðrir brúkarar siga um tað. Tú kanst eisini meta um vínið sjálv/ur og seta eitt ”like” ella ”dislike”. Vivino er ein app til smartphones, sum letur teg skapa ein digitalan "vínkjallara". Við appini hevur tú møguleika at taka myndir av vínfløskum, sum automatiskt verða skrásettar og paraðar við røttu vínfløskuna úr databasanum hjá Vivino, sum kann reypa við at hýsa upplýsingar um fleiri enn eina millión ymsar vínfløskur. Millum annað ber tað síðani til at lesa ummæli av fløskunum frá øðrum brúkarum av Vivino, umframt at skriva síni egnu ummæli. Í 2013 kundi fyritøkan vísa ein netto kapital á góðar 74 milliónir krónur. Í 2014 eru fleiri enn 6,6 milliónir aktivir brúkarar, ið nýta Vivino, ið veksur meiri og meiri fyri hvønn dag. Tjóðarslagorðið hjá USA. a>, og altíð áskriftin "In God We Trust". Tjóðarslagorðið hjá Sambandsríkinum Amerika hevur síðani 1956 verið In God We Trust (á føroyskum: "Vit trúgva á Gud"). Eitt slagorð hjá USA hevur eisini verið "E pluribus unum" ("Úr nógvum, ein"). Ozonlagið. Ozonlagið, sum er á leið 10 km frá jørðini, verjir jørðina móti skaðiligum strálum frá sólini. Tá minni er til av ozoni, gerst ozonlagið tynnri og sagt verður, at "hol" er í ozonlagnum. Jú tynri ozonlagið er, jú fleiri skaðiligar strálur koma tá niður á jørðina. Skaðiligu strálurnar kunnu elva til krabbamein í húðini og tálma vøkstri av plantum og algum. Santa Cruz Island. Santa Cruz Island er við sínum umleið 250 km2 størsta oyggj í Kalifornia. Oyggin er øll sum hon er ein tjóðgarður: "Channel Islands National Park". Onki fólk hevur búð fast á oynni síðan 1960. Í dag er bert ein persónur í oynni (National Park Service Ranger). Ferðasamband er sjóvegis við Island Packers og luftvegis við Channel Islands Aviation. Hon er sera væl egnað til ferðavinnu, serstakliga orsaka náttúruvakurleika. Anders Koustrup Kærgaard. Anders Koustrup Kærgaard (føddur 1972) er ein danskur varskógvari (whistleblower) og kapteinur við Gardehusarregimentið. Han er tann persónurin, ið í 2012 kom alment fram við prógvum fyri álvarsaman ágang móti sivilum í Irak, har ið Danmark luttók sum friðarvarveitandi herdeild. Han varð í 2013 dømdur dagbøtur í seks mánaðir, tí at hann noktaði at upplýsa navnið á tí offiserinum, ið hevði syrgt fyri at varveita í staðin fyri at oyðileggja bandið við videoupptøkunum, ið prógvaðu ágangin ið varð framdur undir einari operatión, ið var undir danskari leiðslu. Í tíðarskeiðnum 2004 - 2005 var hann útsendur sum fregnaroffiserur í tí donsku Irak-herdeildini. Eftir at hann var sendur til Irak, fór hann úr donsku verjuni og fór í staðin at arbeiða við at seta á stovn Koldkrigsmuseum Stevnsfort (tann núverandi Stevnsskansin), ið er partur av Østsjællands Museum á Stevns. "Hann misti nærum alt: Vinirnar, starvið, sambandið við pápan og alt, ið hann var uppaldur til at trúgva uppá. Harafturímóti helt hann fast í síni virðir." Anders Koustrup Kærgaard hevur nú stovnað ein NGO felagsskap fyri varskógvarar. Lars Moa. Lars Kolbjørn Moa (føddur 1947) er ein norskur týðari og fyrrverandi lærari. Hann er útbúgvin lærari við eftirútbúgving í enskum og norðurlendskum málum, og var lærari í ungdómsskúlanum frá 1970. Moa er nevndarformaður í Ole Vig-fondinum, sum býtir út Ole Vig-virðislønina. Moa hevur enduryrkt/týtt bøkur úr føroyskum til nýnorskt síðan 2003, bæði barnabøkur, yrkingasøvn og skaldsøgur. Hann fekk heiðurslønina Målblomen frá Noregs Mållag í 2007 fyri sítt arbeiði við at gera føroyskar bókmentir meira kendar í Norra, serliga við at týða verk eftir rithøvundan Jóanes Nielsen. Fyri hetta arbeiði varð hann eisini tilnevndur Kritikerprisen fyri bestu týðingina av Norsk kritikerlag í 2008. Í 2011 varð hann heiðraður við Sokneprest Alfred Andersson-Ryssts virðislønini fyri hansara arbeiði fyri at styrkja norskt-føroyskt samstarv. Í 2009 vóru fýra av bókatýðingunum hjá Moa givnar út. Jómfrúoyggjar. Jómfrúoyggjar ella Virginoyggjar, enskt: "Virgin Islands", merkir Jómfrúoyggjarnar, er ein oyggjabólkur í Karibiahavi sum telur 9 størri oyggjar og umleið 200 smærri hólmar og oyggjar. Stórabretland og Sambandsríki Amerika hava býtt oyggjarnar sínámillum. Fyri eystan eru hinar Puertorikansku Jómfruoyggjarnar og handan tær Puerto Riko í Sambandsríkinum Amerika. Tað er partur av Smáu Antilluoyggjunum. Polynesia. Polynesia (úr grikskum πολύς “mong” og νῆσος “oyggjar”) er eitt landafrøðiligt øki í Kyrrahavinum. Heiti Polynesia var fyrst brúkt av franska rithøvundanum Charles de Brosses í 1756 og var eitt heiti fyri allar oyggjarnar í Osiania. Seinni hevur orðið verið nýtt um ta serstøku regiónina, ið hevur sama átrúnað, mál ella mentan. Oyggjarnar í Polynesia eru tann amerikanski lutstaturin Hawaii, Nýsæland, Páskaoyggin, Sámoa, Amerikanska Sámoa, Franska Polynesia, Cookoyggjar, Tokelau og nakrar minni oyggjar, sum til dømis Marquesasoyggjar, Tuvalu, Niue, Norfolkoy, Pitcairn, Wallis og Futuna, umframt amerikonsku Midwayoyggjarnar, Johnstonoy, Jarvisoy, Howlandoy og Bakeroy. Heiti verður nýtt um fleiri enn túsund oyggjar í Kyrrahavinum, ið hava somu tilsvarandi átrúnað, mentan, málfamilju ella samfelagsskipanir. Landafrøðiligt er Polynesia trínynt við trimum hornum: Hawaii, New Zealandi og Páskaoyggin. Mikronesia. Kort av Kyrrahavsoyggjunum har ið Mikronesia-økið er merkt. Mikronesia (úr grikskum μικρός “smá” og νῆσος “oyggjar”) er ikki bara eitt landafrøðiligt øki í Kyrrahavinum, men eisini ein sokallað etnografiskt región, har fólkið í ymsu londunum hava sama etniska uppruna. Tað liggur í vestara partinum av Kyrrahavinum. Fyri vestan liggja Filipsoyggjum, Indonesia liggur í útsynning, Melanesia mót suðri, og Polynesia liggur har eysturi. Øki hevur ein vídd á 2,7 mió km² og hevur umleið eina hálva millión íbúgvar. Fólk ið búgva í Mikronesia tosa mikronesisk mál, altsá ikki polynesisk ella melanesisku málini, sum t.d. á Fiji ella Sámoa. Heiti Mikronesia bleiv fyrst nýtt av franska sjómanninum Jules Dumont d’Urville í 1831 fyri at skilja hetta økið frá Polynesia í eystri. Sjálvstøðug lond í Mikronesia eru Kiribati, Marshalloyggjar, Mikronesiasamveldið, Nauru og Palau, umframt fleiri amerikonsk hjálond, sum til dømis Guam, Norðurmarianoyggjar og Wakeoy. Amerikanska oyggin Guam er tann størsta oyggin í Mikronesia. Tað er tropuveðurlag í øllum Mikronesia. Størstu oyggjabólkarnir eru Karolinoyggjarnar í Mikronesiasamveldinum, Gilbertoyggjar í Kiribati, Marshalloyggjar og Marianaoyggjar (sum er býtt millum Guam og Norðurmarianaoyggjar, ið bæði eru amerikonsk hjálond). Mikronesia hevur umleið 2100 oyggjar og er umleið 2700 km2 í landvídd. Marianoyggjar. Marianoyggjar (á enskum: the Marianas) er ein oyggjabólkur sum hoyrir til USA, sum liggja í Mikronesia í Kyrrahavi, eystanfyri Filippinunum. Marianoyggjarnar liggja uml. 2000 km frá stondini í Suðurjapan og norðan úr Ný Guinea. Marianoyggjar vóru áður nevndar "Islas de los Ladrones". Landið fevnir um tær báðar høvuðsoyggjarnar Guam og Norðaru Marianaoyggjar. Oyggjarnar fevna um eitt økið á 1004,5 km². Guamoyggin er tann størsta í oyggjabólkinum Marianoyggjum og eisini størsta í Mikronesia. Hagar koma nógv ferðafólk, tí veðurlagið er avbæra gott. Í tí subtropiska veðurlagnum á Guam vaksa nógvar litfagrar plantur. Oyggjabólkurin er av vulkanskum uppruna. Oyggjarnar hava verið undir amerikonskum yvirvaldið síðan 1898. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari. Ferdinand Magellan var tann fyrsti evropearin, sum kom til oyggjarnar, tað var 6. mars 1521. Avstralásia. Avstralásia er eitt landafrøðiligt øki í Osiania. Londini í Avstralásia eru: Avstralia, Norfolksoyggj, Jólaoyggj, og onkuntíð eisini New Zealand og Papua Ný Guinea. Heiti Avstralásia bleiv fyrst nýtt av franska rithøvundinum Charles de Brosses í 1756 fyri at skilja hetta økið frá til dømis Mikronesia og Polynesia. Sámoaoyggjar. Sámoaoyggjar er býtt ímillum londini Lýðveldið Sámoa og Amerikanska Sámoa. Oyggjarnar eru partur av Polynesia í Osiania. Oyggjarnar eru 3030 km2 til víddar. Savai'i, Ulopu og Tutuila eru størstu oyggjarnar í hesum oyggjabólki. Góð 250.000 fólk búðu í oyggjunum í 2014. Málið er sámoskt, men nógv fólk duga væl enskt sum ein fylgja av tí tætta sambandi við Sameindu Statirnir gjøgnum tíðirnar og upp á grund av ferðavinnuni, sum er týdningarmesta vinnugreinin. Hægsti blettur á oyggjunum er Silisili á Savai'i, 1858 metrar yvir havinum. Palle Sørensen. Palle Mogens Fogde Sørensen (føddur 26. mars 1927) var ein danskur drápsmaður. Hann er kendur fyri at hava skotið 4 løgreglufólk, ímeðan hann var á flótta í einum stolnum bili i september 1965. Palle og sonur hansara "Mikkel Aske Høg" skuldu handtakast fyri at hava ólóglig vápn um hendur. Eftir stóra leiting hjá løgregluni, varð Palle 3 dagar seinni funnin, og varð dømdur lívstíð í fongsul. Sjálvt um Palle var ein av teimum friðarligu fangunum, var hann tó altíð mettur at vera tann farligasti fangin í fongslinum. Palle Sørensen slapp leysur aftaná 32 ár og 8 mánaðir, og er tað tað longsta, ið nakar hevur sitið í donskum fongsli, í nýggjari tíð. Hendan hendingin hevði við sær, at donsk løgreglufólk byrjaðu at bera vápn til arbeiðis. Norðurjútland. Norðurjútland (á donskum "Nørrejyske Ø" ella "Vendsyssel-Thy") er næststørsta oyggin í Danmark. Norðurjútland er norðasti parturin av Danmark. Norðan fyri Limfjørðin liggja Norðurjútlandi. Her búgva umleið 300 000 fólk. Úr Norðurjútland er ferjusamband til Göteborg á svenska meginlandinum og m.a. Kristiansand, Larvik, Oslo, Stavanger og Bergen í Noregi. Lítla flogfelagið Danish Air Transport (DAT) hevur bíligasti flogferðir millum Norðurjútland og Keypmannahavn, umleið 295 krónur annan vegin. Tað er SAS, ið er høvuðsoperatørur á rutunum millum Jútland og Keypmannahavn. Danish Air Transport hevði herfyri ætlanir um at flúgva á rutuni millum Keypmannahavn og Vágar, men hesar ætlanir vórðu av ongum. HDI. HDI – Human Development Index – er ein háttur at máta og samanbera støðuna í heimsins londum. Vísitalið, sum er á einum stiga frá 0 til 1, verður roknað við at leggja saman ymisk tøl fyri búskaparliga menning. Tänndalen. Tänndalen er ein bygd í Härjedalens kommunu í Jämtlands län í Svøríki. Tänndalen hevur umleið 66 íbúgvar (2010) og liggur 720 metrar yvir havinum. Í Tänndalen verður vetrarítróttur íðkaður. Í 1947 byrjaði skískúlin "Pinnens skidskola" í Riksgränsen, sum í dag er Svøríkis elsti privati skískúli. Skúlin var fluttur til Tänndalen í 1952, tá ið tann fyrsta skílyftan í Tänndalen og Funäsfjällen var klár. Í 2010 var skískúlin fluttur til Funäsdalsberget. Martha’s Vineyard. Martha’s Vineyard er ein amerikonsk oyggj beint úti fyri strondina í Cape Cod í Massachusetts í Nýonglandi. Oyggin liggur 50 kilometrar úr Massachusetts og grannaoyggin Nantucket liggur 24 kilometur eystari. Í 2010 var fólkatalið 16 535. Tær størstu bygdirnar á Martha’s Vineyard eru hesar: Oak Bluffs, Edgartown og Tisbury. Oyggin er 231,75 ferkilometrar til støddar, t.e. minni enn Eysturoy. Nantucket. Nantucket er ein oyggj uttanfyri Eysturstrondina í USA. Hon er umleið 48 km suður úr Cape Cod í Massachusetts. Fólkatalið á Nantucket er umleið 10,172. Víddin er 272,6 km2. Tjørnuvíkar kirkja. Tjørnuvíkar Kirkja er kirkja í bygdini Tjørnuvík og varð hon vígd tann 18. oktober 1937. Upprunaliga skuldi hon vígast dagin fyri sum var ein sunnudagur, men vegna óveður var hetta útsett til dagin eftir. Kirkja hevði verið í Tjørnuvík áður, men í 1857 vórðu partar av gomlu kirkjuni fluttir til Saksunar, sum tá fekk sína egnu kirkju. Tjørnuvík kom tá at standa uttan kirkju, og kom at hoyra undir kirkjuna í Vík. Soleiðis vardi tað í heili 80 ár. Bratta og ofta illgongda leiðin til Víkar var ein av grundgevingunum, tá 65 navngivin fólk úr Tjørnuvík í mars 1934, settu fram ynski til Føroya Løgting um at fáa nýggja kirkju bygda í bygdini. Longu í oktober 1932 hevði H.C.W. Tórgarð arkitektur, gjørt tekningar til ta nýggju kirkjuna, ið byggjast skuldi Yviri á Oyrunum, og 8. oktober 1934 varð sáttmáli undirskrivaður við Zacharias Jacobsen (hjá Bøkjaranum) í Havn um at byggja kirkjuna. Væl gekst í hond við arbeiðinum at fáa kirkjuna bygda. Sambært brævi frá K. Grøn til Kirkjuinspektiónina dagfest tann 12. oktober 1936 er kirkjan nú liðugt smíðað, og biðið verður um at fáa kirkjuna sýnaða og góðkenda. Hetta kirkjusýn fer fram longu 14. november 1936 av Óla Arge og Johs. Mørkøre, har hesir vátta, at kirkjan er bygd í samsvar við góðkenda tekning. Tokelau. Tokelau er ein lítil oyggj í Kyrrahavi, sum hoyrir til Nýsæland. Tokelau fevnir um koralloyggjarnar Atafu, Nukunonu og Fakaofo. Olgar Danski. Olgar Danski (úr betongi) í kjallaranum á Kronborg Slotti Bronsustandmynd av Olgari Danska við Hotel Marienlyst í Helsingør Olgar Danski (Danskt: "Holger Danske") er ein donsk sagnahetja við uppruna í eldri evropeiskum kvæðum og vísum sum á gomlum fronskum vórðu rópt chansons de geste. Hann er fyrstu ferð nevndur við navninum "Oger le Danois" í Runsivalsstríðnum frá miðum 1000-talinum, har hann er í tænastu sum reiðmaður hjá Karlamagnusi. “Tað má tú takka frænda tínum, Standmyndir. Hotel Marienlyst í Helsingør bílegði í 1907 eina bronsustandmynd av Olgari Danska. Myndahøggarin Hans Pedersen-Dan gjørdi fyrst ein stóran gipsfigur, ið myndaði stoypiformin til ta røttu standmyndina úr bronsu. Hesin gipsfigurur, ið bleiv staðsettur í kjallaranum á Kronborg, gjørdist nógv meira kendur enn originalurin við hotellið. Í 1985 var gipsfigururin so illa farin av fukti, at hann var útskiftur við eina standmynd úr betongi. Søgnin sigur, at "når Danmark stander i våde, så vil Holger Danske vågne op til dåd"; at tá Danmark verður hótt, so fer Olgar Danski at vakna og koma móðurlandinum til hjálpar. Tann upprunaliga bronsustandmyndin hjá Hotel Marienlyst varð sett til sølu í apríl‎ 2013. Hon bleiv seld á Lauritz.com netauktiónssíðuni fyri 3,2 mió. danskar krónur, og er harvið tann dýrasti luturin ið nakrantíð er seldur á hesi alnetsíðu. Keyparin var ein vinnulívsmaður úr Skjern, og standmyndin skal nú setast upp í hesum vesturjútska býnum. Árnafjarðar kirkja. Árnafjarðar kirkja er kirkja í bygdini Árnafjørður á Borðoy. Hon varð vígd tann 10. oktober í 1937. Hin langi og torføri vegurin til sóknarkirkjuna í Klaksvík var fremsta orsøkin til, at 46 árnfirðingar, í august 1932, sendu umsókn til løgtingið um studning til gerð av nýggjari kirkju. Kirkjukassanevndin vildi síggja tekningar og eina kostnaðarætlan, áðrenn játtan kundi gevast. Tí settu árnfirðingar seg í samband við H.C.W. Tórgarð, byggimeistara í Havn, og fingu til vega tekning og kostnaðarætlan. Í álitunum stendur, at kirkjan, ið skal stoypast upp av betong og klæðast innan við timbur, kemur at hava rúm til 100 føst situpláss umframt lofts- og kórpláss. Í september 1933 góðtók nevndin ætlanina og heitti á árnfirðingar um at fara undir ávegisarbeiði, so sum at grava út og savna tilfar. Peningur kundu tó ikki latast tað árið, men árnfirðingar skuldu fáa tilsøgn um studning so skjótt, tingið hevði ráð til tess. Tá búðu bert 90 fólk í Árnafirði, og tí var eisini krav frá nevndini um, at kirkjan skuldi styttast við tveimum stólarekkjum, soleiðis at rúm varð fyri 80 fólkum. Í oktober 1934 fóru árnfirðingar, við Óla Hans Biskupstø sum løntum arbeiðsformanni á odda, ígongd við stoypiarbeiðið og í november 1936 stóð kirkjan liðug. Tó varð kirkjan ikki endaliga sýnað fyrr enn í oktober 1937. Tað vóru Zacharias Jacobsen, timburmaður, og Óli Arge, steinhøggari, báðir úr Havn, sum sýnaðu. Í góðveðrinum 10. oktober 1937 var kirkjan vígd. Nógv fólk var samlað og m.a. kom Smyril av Havnini við 50 gestum. Eftir middag var farið í skrúðgongu í kirkju. Føroya Próstur og amtmaðurin gingu á odda við prestum, løgtingsformanni og løgtingsmonnum og øðrum aftaná. Vígslutaluna helt J. Dahl, próstur. Bíggjar kirkja. Bíggjar kirkja er kirkja í bygdini Bøur í Vágum. Hon er vígd tann 16. oktober 1865. Stutt eftir hálvan mai í 1865 fóru menn í holt við at byggja nýggju kirkjuna í Bø. Jens Christian Heinesen úr Sørvági var valgdur at standa fyri arbeiðinum. Afturat sær hevði hann átta aðrar timburmenn, sum hjálptu honum at smíða og gera ymiskt annað fyrifallandi arbeiði. Hesir menn vóru úr Gásadali, Bø, Sørvági og Miðvági. Hildið verður, at kirkjan er bygd á ta gomlu kirkjugrundina, og vert er at geva gætur, at tað var ein munur uppá tríggjar alin millum ta gomlu og ta nýggju kirkjuna. Líkt kundi verið til, at teir hava skoytt upp í báðar endar, tí tað tykist sum nýggj laðing er í báðum endum. Men á mannamunni verður hildið, at kirkjan varð longd vestureftir. Kirkjan er 18 alin til longdar, 11 alin breið (11.5m x 7m). Inni í kórinum er altarið. Har stendur tann tunga altartalvan úr stoypijarni. Tað sigst, at Heini í Búri í sínari tíð hevur givið altartalvuna, men helst er misskiljing komin í, tí sambært skjølum á Skjalasavninum, er hetta ikki so, tí í fleiri støðum stendur skrivað, at altartalvan er givin av Zacharias Heinesen. Altartalvan varð umvæld í 1939, av Mikkjal Dánjalson á Ryggi, sum tá sat í kirkjuráðnum í Bø. Afturat sær hevði hann Aage Heinesen til hjálpar. Uppi yvir altartalvuni hongur ein málningur av Jesusi á krossinum, sum Heini í Búri hevur givið kirkjuni. Hildið verður, at tað er Carl Carlsen, listamálari, ið hevur málað málningin í 1892. Doypifunturin er dreyaður úr viði og hevur doypifat úr messing. Í fótskørunum, á loftinum og undir prædikustólinum eru træsnældur, sum somuleiðis eru dreyaðar við rennitóli. Elduvíkar kirkja. Elduvíkar kirkja er kirkja í bygdini Elduvík á Eysturoy. Hon varð vígd tann 14. oktober 1951. Tann 20. januar 1947 samtyktu elduvíkingar, samlaðir í Elduvíkar skúla, at fara undir at byggja eina kirkju. Nevnd var niðursett, við Salomen Joensen presti sum formanni, at hava málið til viðgerðar. H.C.W. Tórgarð, arkitektur varð biðin um at gera eitt skitsuprojekt. Nevndin avgjørdi saman við honum, at gomlu trækirkjurnar skuldu nýtast sum fyrimynd, men við teimum nútímans tillagingum, sum máttu vera ein sjálvfylgja. 4. oktober 1947 sendi kirkjunevndin skriv til Føroya Løgting. Víst var til tekning og kostnaðarmeting frá H.C.W.Tórgarð. Sagt var frá, at nevndin hevur fingið loyvi at savna pening í døgunum 7. til 21. oktober. Víðari var sagt frá, at bygdamennirnir vildu gera alt arbeiðið viðvíkjandi útgrevstri, flutningsarbeiði av sandi og timbri og øðrum, útvega grót og flyta hetta til stað og síðani gera alt stoypiarbeiðið ókeypis. Í skrivi til Løgtingið tann 17. juli 1948, verður sagt frá at grivið er út fyri grundini og sandur og grót eru fingin upp á pláss. Á vári 1950 var alt fundament arbeiði liðugt og timburtilfarið fingið uppá pláss. Hesum arbeiðum stóð Jákup Garðshorn fyri. Teir, ið stóðu fyri smíðingini vóru Heine Eldevig (Lítli Heini) úr Niðaru Nýggjustovu í Elduvík og Martin Nónskarð (fyrr Eldevig), sum eisini var elduvíkingur. Heine og Martin vóru systkinabørn og tiltiknir smiðir. 27. juli 1951 sendir kirkjunevndin í Elduvík skriv til Færøernes Kirkeinspektion og sigur frá, at nú er kirkjan nærum at vera liðug. Ein av grundunum til longu byggitíðina vóru truplu umstøðurnar at fáa við til vega. Eiðis kirkja. Eiðis kirkja er kirkja í bygdini Eiði á Eysturoy. Hon varð vígd tann 18. september 1881. Í 1874 vildu fólk í Eiðis sókn fegin hava nýggja kirkju, og kirkjumyndugleikarnir vóru ikki ímóti. Nakað av kjaki stóðst av, hvar hon skuldi standa. Summi á Eiði hildu tað vera fáfongt at seta kirkjuna á eiðið millum Hólman og fjørðin, sum er versta veðurpláss í bygdini. Onkur av teimum gomlu helt, at hann sjálvur man ikki ætla, at nakar skal koma í kirkjuna til sín. Sagt verður, at V.U. Hammershaimb, próstur á Nesi, gjørdi av at seta kirkjuna á eiðið, áðrenn hann fór úr Føroyum í 1878, og so varð. Í 1870-unum var hugurin at byggja kirkjur úr viði lítil, tí hildið var, at viðurin fór ov skjótt. Menn høvdu hug at royna við gróti, sum nógv var av á Eiði. Heitt var á danan Hans Christian Amberg at hjálpa í 1878. Hann var arkitektur frá akademinum í Keypmannahavn 1865. Amberg var á Eiði summarið 1878 og hevði stutt eftir eina tekning klára av kirkjuni, har sitipláss vóru til eini 230 fólk. Løgtingið mælti í august 1879 Amtinum til at góðkenna uppskotið, og tað gjørdu teir. Um sama mundi stóð Amberg eisini fyri byggingini av Amtmanshúsinum og Kongaminninum í Havn. Kirkjan stendur eystur og vestur, sum siður er. Hon er 31 alin long, við torni og sakristii, kirkjuskipið er 30 alin langt og 17 alin breitt. Hon er bygd í romanskum stíli. Takið er lagt við fløgugróti. Inni er høgt til loftið og vítt til veggja. Kirkjan fekk tunnuhválv, sum vanligt var tá til nýggjar kirkjur. Kirkjan varð vígd 18. september 1881. Vit kunnu ætla, at teir tilhøgdu, laðaðu steinveggirnir vóru vakrir á at líta; men innan var hon nakað ber, skilst á frásøgn í Dimmalætting. Dýrdarveður var, og fólk úr øllum náminda bygdum streymaðu til Eiðis at hátíðarhalda hendan dag. Dals kirkja. Dals kirkja er kirkja í bygdini Dalur á Sandoy. Kirkjan varð vígd tann 20. oktober 1957. 27. januar 1953 vóru dalbingar komnir saman til fundar í skúlanum í bygdini, eftir áheitan frá Malvinu Clementsen, lærarinnu, fyri at tosa um at fáa kirkju í bygdina. Á fundinum samdust tey um, at fyrst skuldi kirkjugarðurin, sum kirkjan skuldi standa í, gerast. Ein bygginevnd var sett í hesum sambandi. Nevndin kom fram til, at best var at leggja nýggja kirkjugarðin á hin slætta bøin suðuri í Túni. 30. apríl sama ár varð samtykt at lata Ludvig S. Johannesen turrleggja lendið. Hin 28. desember 1953 varð arbeiðið uppá sjálvan kirkjugarðin boðið út. Tá bert eitt tilboð kom inn, varð avgjørt hin 24. oktober 1954, at lata Óla Groth Johannesen gera arbeiðið við tí treyt, at garðurin skuldi vera gjørdur innan eitt ár. Ímeðan arbeiðið uppá kirkjugarðin var ígongd, arbeiddi nevndin víðari við kirkjuætlanini. 1. august 1953 varð ein tekning og ein leyslig kostnaðarmeting, sum arkitekturin S.J. Hofgaard á Tvøroyri hevði gjørt, send Føroya Løgtingi. Í fyrstu atløgu fekst eingin fígging frá Løgtinginum, og niðurstøðan hjá nevndini varð eisini tann, at uppskotið helst fór at verða ov kostnaðarmikið. Í nevndaráliti í løgtingsmáli nr. 31/1954 (vetrarting) Kirkja í Dali, verður millum annað soleiðis sagt: Bygginevndin hevur sent tinginum nýggja umsókn, dagf. 24. august við nýggjari tekning gjørd av harra Sverra Dahl, fornfrøðingi og K. Kristoffersen, verkfrøðingi, og mælir til smærri broytingar. Føroya próstur mælir til at góðkenna tekningina sum høvuðsgrundarlag við smærri broytingum og upplýsir, at ætlanin er at gera kirkjuna úr timbri og tekja hana við skifursteini. Í apríl 1956 fekk bygginevndin at vita, at løgtingið hevði samtykt broytingaruppskotið frá kirkjunevndini, og at peningur varð játtaður. Men nógv tann størsta partin av fíggingini fingu dalbingar sjálvir til vega. Tá timburarbeiðið fór ígongd í juni 1956, høvdu dalbingar laðað grundina og trappurnar. Fyri timburarbeiðinum stóð Jakob Oluf Jakobsen, byggimeistari úr Fuglafirði. Klokkan seks á kvøldi 19. oktober 1957 hoyrdist kirkjuklokkan á fyrsta sinni ringja í Dals bygd, og sunnudagin 20 oktober varð kirkjan vígd av Jákup Joensen prósti. Kirkjan er góðar 6 m breið og 11,9m long. Á norðursíðuni vestan er forkirkjan, ein útbygningur, sum er 3,8m langur og 3,6m breiður. Gjáar kirkja. Gjáar kirkja er kirkja í bygdini Gjógv á Eysturoy. Hon varð vígd tann 26. mai 1929. Av skjølum sæst, at longu í 1905 høvdu gjáarmenn eina umsókn um stuðul til kirkjubygging til viðgerðar í Funnings sókn. Men tað skuldi vísa seg at verða drúgt at koma á mál - ferð aftaná ferð fingu teir noktandi svar frá myndugleikunum. Um heystið 1925 var so ein 7-manna nevnd sett, við tí endamáli at fáa kirkjuna bygda. Nevndarformaður var Vilhelm Nielsen, sóknarprestur á Nesi, og Jóhan Kallsoy, lærari, næstformaður og kassameistari. Um sama mundið varð eisini sett ein bygginevnd. Formaður var somuleiðis Vilhelm Nielsen, sóknarprestur á Nesi, ið var undangongumaður at fáa kirkjuna bygda. Farið varð nú av álvara undir at fáa pening, og var í tí sambandi ein stór lýsing í bløðunum í februar 1926 um kirkjubasar, sum ætlanin var at hava í bygdini. Við hesum tiltøkum varð savnað so mikið væl av peningi, at menn hildu tað verða ráðiligt at fara til verka. Tað var Kristian Vilhelm Nielsen, sóknarprestur, ið teknaði kirkjuna. Heitt var á Joen David Jacobsen úr Søldarfirði at hjálpa, og hann játtaði at verða formaður fyri byggingini. Í eini Synsforretning, ið er send til Færø Provsti 26. mai 1929, siga teir báðir, "Tømrermester Zacharias Jacobsen og Stenhugger Elieser Hansen, begge af" "Thorshavn", at teir nú hava skoðað ta nýggju kirkjuna við Gjógv, og er niðurstøða teirra m.a. henda:" Kirkebygningen, som blev nøje efterset, befandtes at være godt og solidt opført, baade ind- og udvendig." Tveir mánaðir, áður enn kirkjan skuldi verða vígd, sendi bygginevndin Jákupi Dahl, prósti, eitt skriv við teirri umbøn, at øll vígslugudstænastan skuldi verða á føroyskum, tí at tað var vanligt fólkaynski í bygdini. So varð. Trinitatis sunnudag 26. mai 1929 var so henda søguliga kirkjuvígsla framd í verki. Upprunaliga var ætlanin, at kirkjan skuldi verða 30x15 alin uttan; men helst av vantandi fíggjarligum stuðli varð hon minkað munandi, so hon ístaðin er 24x12 alin. Hæddin millum sylla er 3,86m. Glyvra kirkja. Glyvra kirkja er ein kirkja í bygdini Glyvrar á Eysturoy. Hon varð vígd 26. mai 1926 og endurvígd 27. september 1981. Oddamaðurin til Glyvra kirkju var eysturoyarpresturin, og danin Kristian Vilhelm Nielsen, sum var búsitandi á Nesi frá 1917 til 1927. Haðani virkaði hann sum einaprestur fyri Eysturoynna. Í 1924 byrjaði kirkjufólkið at savna pening inn til kirkjuna, og annan hvítusunnudag 1925 var basarur á Glyvrum. Nevnast kann, at Vilhelm Nielsen keypti kirkjuklokku, vínkannu, kalik, breyðílat, messuakul og ljósastaka í 1927, og vórðu allir lutirnir goldnir av innsavnaðum peningi. Skjótt var farið undir at byggja. Bygginevnd varð sett, og formaður gjørdist K. V. Nielsen prestur sjálvur. Hann hevur teknaði eisini kirkjuna, og kom at standa fyri byggingini. Vilhelm Nielsen legði grundarsteinin 9. mai 1926, og kirkjan varð vígd Kristi himmalferðadag, 26. mai 1927, av Jákup Dahl prósti. Teir ið smíðaðu Glyvra kirkju vóru Jóan Dávid Jacobsen í Niðaragerði úr Søldarfirði, sum var formaður fyri stoypingini og Símun Johannesen úr Fuglafirði, ið var formaður fyri innandura arbeiðinum. Ein munandi útbygging av kirkjuni byrjaði 11. juni 1980. Niels Pauli Hansen, byggimeistari, fyrireikaði og J.P.Gregoriussen, arkitektur, teknaði útbyggingina. Kirkjan var í tí sambandi endurvígd sunnudagin 27. september 1981, av Eivind Vilhelm. Svenska kirkjan. Svenska kirkjan (svenskt: Svenska kyrkan) er ein kristin samkoma í Svøríki. Svenska kirkjan er protestantisk. Haldarsvíkar kirkja. Haldarsvíkar kirkja er ein kirkja í bygdini Haldórsvík á Streymoy. Hon varð vígd tann 7. desember 1856, og endurvígd 12. desember 1932. Carl Vilhelm Prytz, sum var sóknarprestur í Norðstreymi, var íðin slóðari og undangongumaður at fáa kirkju til Haldórsvíkar. So íðin, at longu í 1854 sigur hann, at hann hevur sjálvur gjørt tekning til kirkjuna, og sum hann sjálvur tekur til:" Efter en hidtil på Færøerne ukendt plan". Sum fyrimynd hevur hann til tekningina nýtt kirkjuna á Frederiksberg, ein áttahyrnt barok kirkja. Prytz mælir amtmanninum Dahlerup, til at lata Per í Nesinum ella Peter Frederik Jacobsen úr Vestmanna, sum eisini hevur hjálpt honum við tekningini, byggja kirkjuna. Per í Nesinum gevur boð og fær arbeiðið. Kostnaðarætlanin er dagfest 30. mars 1854. Men lágt hevur hann boðið, undirskot bleiv hjá honum, og tí fekk kirkjan ongantíð ta hædd, henni upprunaliga var ætlað. 1. oktober 1855 tók V.U. Hammershaimb við embætinum í Norðstreymi, og av tí at Norðstreymur hevði ligið í prestaloysi ein part av árinum, var arbeiðið uppá kirkjuna ikki komið í gongd. Tá amtmaðurin skundar undir, í brævi frá 27. desember 1855, fór Per í Nesinum í holt við byggingina. Kirkjan varð vígd annan sunnudag í advent 1856 av Hammershaimb presti, og tá vóru eisini prósturin Andreas Djurhuus og fimm aðrir prestar hjástaddir. Í 1932 varð kirkjan meira ella minni bygd umaftur. Millum annað vórðu veggirnir hækkaðir, soleiðis sum uppruna tekningin vísti, og forkirkja varð bygd uppí vestureftir. Kirkjan varð nú endurvígd annan sunnudag í advent 1932, av Jákup Dahl prósti, og K. Grøn sóknarprestur prædikaði. Kunoyar kirkja. Kunoyar kirkja er ein kirkja á Kunoy. Hon varð vígd tann 1. desember 1867. Sambært pappírslepa, sum framvegis er til skjals í lesipultinum, verður byrjað at byggja nýggju kirkjuna hin 20. mai 1867, og longu tann 17. oktober sama ár er nýggja kirkjan liðug sambært hesum sama lepa. Viðurin skal vera tilgjørdur niðri á hellu og einki sprek skal hava verið minni enn hálvanannan tumma, sum kom til kirkjuna. Allir teir, sum smíðaðu nýggu kirkjuna, vóru kunoyingar. Ein annar pappírslepi undir altarinum sigur millum annað frá, at Símun har suðuri í Haraldssundi, var formaður fyri byggingini. Hann gjørdi eisini prædikustólin, karmarnar og vindeyguni. Hann hevði eisini verið formaður fyri byggingini av Klaksvíkar kirkju, sum var bygd um somu tíð. Kirkjan átti hvørki altartalvu ella ljósakrúnu, tá ið hon var bygd í 1867. Kunoyingar, ið vóru á floti, løgdu tí tosk burturav til endamálið og fingu Faktor Djurhuus inni í Klaksvík at útvega kirkjuni altartalvu og ljósakrúnu. 1. sunnudag í advent, hin 1. desember 1867 var kirkjan vígd av sóknarprestinum Ernst Bugislaus Wesenberg. Sambært Kirkesyn på Færøerne 1834-1884 var kirkjusýn hin 14. juli 1868, har tað stendur, at "Kirken er i 1867 opbygget af Nyt, 22 Alen lang 11 Alen bred; den har Skifertag med Hvælvning i Loftet, indvendig og udvendig malet, af et tækkeligt Udseende og meget rummelig." Hin 13. apríl 1992 samtykti Føroya Landsstýri, at kirkjan og kirkjugarðurin í Kunoy verða friðað sum fornminni, men tó kunnu nýtast til síni endamál. Kvívíkar kirkja. Kvívíkar kirkja er kirkjan í bygdini Kvívík á Streymoy. Hon varð vígd tann 13. desember 1903. Í seinnu helvt av 19. øld vaks fólkatalið skjótt í Kvívik. Og í 1901 sendu kirkjuverjarnir umsókn til kirkjuumsjónina, um at fáa bygt uppí verandi kirkju. Men ein løgtingsnevnd viðmælti løgtinginum at játta pening úr Norðstreymoyar prestgjalds kirkjukassa til at byggja nýggja kirkju í staðin. So varð farið undir at fáa tekning til vegar og menn at standa fyri arbeiðinum. Petur í Mattalág í Havn varð biðin at tekna nýggju kirkjuna. Til hjálpar fekk hann sær Magnus á Kamarinum, sum hevði verið uttanlands og fingið sær arkitektkunnleika, og Zakaris hjá Bøkjaranum, sum var kendur sum góður handverkari og húsasmiður. Áðrenn árið 1901 var av, vóru tekningar og allar fyrireikingar lidnar. Nú var bert eftir at fáa grót til vegar. Formaður fyri at spreingja grót og evna til, var Kristjan Díðrikur Jensen av Stykkinum. Tann 23. apríl 1902 var spreingi arbeiðið liðugt. Síðani var farið at laða. Magnus av Kamarinum hevði mest sum alla innandura bygging um hendur. Tann 28. august boða amtið og próstur frá, at nú leið so væl við byggingini, at kirkjan fór at standa liðug um 1. desember. Seinast í november 1903 stóð kirkjan liðug at taka í nýtslu. Kirkjan er øll laðað úr høgdum gróti, pussað uttan við sementi og kálkað við hvítum kálki. Takið var úr jarni, og málað reytt, somuleiðis eisini takið á torninum. Í 1990 var jarntekjan skift út við skifurtekju. Kirkjan er 30 x 15 alin til støddar uttan. Kirkjan varð vígd 3. sunnudag í advent, 13. desember 1903, av Fríðrikki Petersen, presti, á Nesi í Eysturoy. Demokraatit. Demokraatit ella Demokratarnir (grønlendskt: "Kalaallit Nunaani Demokraatit") er ein grønlandskur sosialliberalur politiskur flokkur. Floksformaður er landstingslimurin Anda Uldum. Landstingið. Á Landstingsvalinum 2. juni 2009 fekk flokkuirn 12,7% av atkvøðunum og vann 4 av 31 landstingslimum. Tey ið vóru vald inn tá vóru: Niels Thomsen, Anda Uldum, Justus Hansen og Astrid Fleischer Rex. Ein av landstingslimunum, Niels Thomsen, valdi at gevast í politikki í december 2011, av tí at hann fekk í boði eitt stjórastarv í heimbygdini, ið hann tók av, og hann helt ikki at tað hóskaði saman av vera politikari samstundis. Flokkurin fór í juni 2009 í eitt samgongusamstarv við flokkunum Inuit Ataqatigiit og Kattusseqatigiit. Henda samgongan var Grønlands landsstýri (Naalakkersuisut) fram til Landstingsvalið 2013. Í tíðarskeiðnum apríl 2011 til valið í 2013, hevði Demokraatit tveir landsstýrislimir: Útbúgving og gransking (undirvísingarráðharri) og Bústaðar og samferðslumálaráðharri. Á Landstingsvalinum 12. mars 2013 fekk Demokraatit tveir limir valdar, hesir vóru Palle Christiansen og táverandi floksformaðurin Jens B. Frederiksen. Á landstingsvalinum 28. november 2014 fekk flokkurin fýra limir valdar, hesir vóru: Nivi Olsen, Andreas Rene Uldum, Justus Hansen og Randi Vestergaard Evaldsen. Fólkatingið. Á fólkatingsvalinum hin 13. november 2007 fekk flokkurin 4.585 atkvøður, ið ikki rakk til ein fólkatingssess. Flokkurin gjørdi í august 2007 eina samstarvsavtalu við Det Konservative Folkeparti í Danmark. Henda avtalan varð tó uppsøgd aftur á vári 2010. Í desember 2012 gjørdi flokkurin eina nýggja samstarvsavtalu við Det Radikale Venstre. Venstre (Noreg). Venstre (Vinstri) er ein norskur sosialliberaltur politiskur flokkur, ið varð stovnaður í 1884 av Johan Sverdrup. Flokkurin er Noregs elsti politiski flokkur. Seinast flokkurin var í stjórn var undir Kjell Magne Bondevik saman við Høyre og Kristelig Folkeparti. Venstre fór úr norsku stjórnini hin 17. oktober 2005. Sama dag byrjaði Jens Stoltenberg (Ap) sína aðru stjórn, ið hevði ráðharrar úr Arbeiderpartiet, Senterpartiet og Sosialistisk Venstreparti. Síðan 2010 hevur Trine Skei Grande verið floksleiðari. Charlotte Amalie. Charlotte Amalie er høvuðsstaðurin í Amerikonsku Jómfrúoyggjunum og liggur á oynni Saint Thomas. Í 2010 var fólkatalið 18.481. Býurin er eisini hin størsti í oyggjabólkinum Jómfrúoyggjarnar. Býurin er handils- og samferðslumiðdepilin landinum og hevur gott buss og ferjusamband. Við sínum strondum, klettum, merkisstøðum og síni ríku søgu, er hetta ein av mest forvitnisligu býum í Karibia. Charlotte Amalie, ið liggur í sunnara partinum av Saint Thomas, er eitt av best umtóktu ferðamálunum í hjálandinum. Í økinum eru m.a. langar sandstrendur, reint baðivatn og eitt milt veðurlag. Charlotte Amalie hevur nógv at bjóða líka frá hvítum strondum og klárbláum havi til litfagrar blómur og grønar skógir í fjallalendinum. Talan er um fínkornaðan sand, breiðar strendur og krystallklárt vatn, har djúpt er. Lýtt tropiskt veðurlag er alt árið. Har er nógv at síggja. Blackbeard’s Castle er ein skansi frá 1679, sum er varðveittur av National Park Service ("National Historic Landmark"). Býurin hevur spennandi fornsøgu. Í 1694 gjørdist landið partur av Danmark. Málið (kreólskt), søgan og mentan hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Dronningens Gade er til dømis høvuðsgøtan í Charlotte Amalie. Tá so fólkið í "De dansk-vestindiske øer" kravdi at verða leyst frá Danmark, vóru oyggjarnar í 1917 latnar til USA fyri 70 mill. krónur (DDK). Millumtjóða floghavnin í Charlotte Amalie er Cyril E. King Airport. Býurin hevur í mong ár marknaðarført Charlotte Amalie fyri cruise-skipum. Hetta hevur eydnast væl. Tað koma áleið 1,5 mió. fólk á havnina hvørt ár. Flestu teirra eru úr USA. Öland. Öland er ein oyggj og ein svenskur landslutur í Eystursjónum. Öland er í Kalmar län og er næststørsta oyggj Svøríkis. Öland liggur eystanfyri Småland og er skild frá Småland gjøgnum sundið Kalmarsund. Síðan 1972 hevur oyggin verið bundin saman við meginlandinum við Ölandsbrúnni. Alheimsskótalegan Jamboree. Alheimsskótalegan Jamboree er ein felags skótalega, ið WOSM (World Organisation of the Scout Movement) skipar fyri, til allar skótar í heiminum í aldrinum 14-17 ár. Vanliga luttaka fleiri túsund skótar frá øllum heiminum, og er hendan legan 4. hvørt ár, burtursæð frá tá seinni veraldarbardagiherjaði á. Legan skiftir frá landi til land hvørja ferð. Fyrsta legan varð hildin í London Englandi í 1920. Limalond í WOSM kunna senda eina umsókn um at halda jamboree í sínum landi, men WOSM hevur altíð endaligu avgerðina. Navnið. Navnið kemur frá tí enska orðinum "Jamboree" ið merkir gleðilig og larmut fólkasamling. Søgan. WOSM nýtur altíð orðingina "World Scout Jamboree", men í dagligari talu, verður legan bert nevnd Jamboree runt um í heiminum. Skótarørslan kom skjótt at verða ein altjóða felagskapur, aftaná at Robert Baden-Powell stovnaði hana í Englandi í 1907. Við tí skjóta vøkstrinum, sá Baden Powell skjótt, at har var mangul á samling fyri skótaumboð runt um í heiminum. Upprunarliga hugskotið var at stovna altjóða vinarlag, og læra skótarnar um onnur fólkasløg og tjóðir í gjøgnum beinleiðis samskifti. Hugskotið var fyrst givið Baden-Powell av skótaovastanum í Grikkalandi, Konstantinos ("Kokos") Melas á altjóða skótaráðstevnuni í Englandi árið 1918. Melas mældi til, at slík lega kundi verið hildin fjórða hvørt ár, líka sum teir Olympisku Leikirnir. Baden-Powell frøddist um hugskotið, og valdi at nevna leguna "Jamboree". Fyrri veraldarbardagi hevði tó við sær, at fyrireikingarnar ikki kundu fara í gongd beinaveg, og var tí fyrsta Jamboreein ikki fyrr enn á sumri 1920 í Olympia Halls í Kensington í Englandi. Stuttlig tilvild var at legan var hildin í Olympia Halls, tá tað hevði veri avgjørt at móta tiltakið eftir Olympisku Leikunum. 8000 skótar luttóku frá 34 londum. Hareftir varð Jamboree hldin fjórða hvørt ár, við einum undantøki. Ongin Jamboree varð hildin í Iran í 1979, sum ætlað, vegna politiskan ófrið, sum herjaði í landinum um tá tíðina. Vegna seinna heimsbardaga, bleiv ein Jamboree útsett til aftaná kríggjið - hendan Jamboree verður nevnd friðar Jamboree'in og varð hon hildin í Fraklandi í 1947. Ístaðin fyri leguna sum skuldi vera í Iran, avgjørdi "World Scout Committee, "sum er hægsti myndugleiki hjá WOSM, at halda minni legur runt um í heiminum, so skótar ikki mistu møguleikan at møta øðrum skótum í størri samling. Eitt dømi uppá hetta er ein "mini Jamboree" sum var hildin í Perth í Avstralia í savnaði fleiri túsund skótar runt um í heiminum. Eitt líknandi tiltak var sett í verk í 2007, tá skótarørslan fagnaði 100 árum síðani fyrstu skótaleguna. Fyrstu 7 Jamboreeinrnar vóru allar hildnar í Evropa, áttunda legan varð hildin í Norður Amerika, og byrjaði venjan at skiftast ímillum heimspartar eftir hetta. Í 2014 er Afrika einasti heimspartur sum enn ikki hevur hildið Jamboree. Størsta Jamboree sum hevur verið hildin higartil, varð hildin í Birkenhead í Englandi í 1929, tá 50,000 skótar frá øllum heiminum luttóku. Fleiri hundrað skótar, sum ikki vóru luttakarar, vitjaðu leguna á vitjunardøgum. Fyrsta jamboreein var eisini ætlað almenninginum. Baden-Powell meinti at hetta var ein gyltur møguleiki, at vísa almenninginum skótaarbeiðið í praksis, og vísa hvussu aðrir kulturar arbeiddu. Vitjunardagar eru enn í dag ein stóru partur av Jamboreeleguni, og er tað vorðið eitt so stórt tiltak, at fólk, ið ynskja at vitja á Jamboreeini í Japan 2015, noyðast at keypa sær atgongumerki á internetinum í góðari tíð. Avmarkað atgongd verður, og byrjar sølan í februar 2015, sjálvt um legan ikki byrjar fyrr enn á Ólavsøkuaftan sama ár. Hvør og ein Jamboree arbeiðir erftir sínum egna formati og tema, men endamálið er altíð at geva skótunum góða tíð at prøva og uppliva siðir hjá øðrum kulturum, runt um í heiminum, og menna alheimsskótavinarlag. Jamboreein í 2007 fall á 100 ára føðingardagshaldið hjá altjóða skótarørsluni. Í hesum sambandi varð Englandi aftur boðið at halda jamboreeina, eftirsum at tað var har skótaarbeiðið byrjaði í 1907. Meir enn 40.000 skótar tjaldaðu í Hyland Park í Essex. Fleiri hundrað túsund vitjaðu á vitjunardøgum. Næsta Jamboree varð hildin í Rinkaby í Svøríki í 2011, Jamboreein í 2015 verður hildin í Kirara-Hama í Japan, og í 2019 verður legan hildin í The Summit Bechtel Family National Scout Reserve í West Virginia, USA. Føroysk luttøka á Jamboree. Føroya Skótaráð samskipar føroyska luttøku á Jamboree. Av tí at Føroyar eru partur av danska kongaríkinum, eru vit ikki sjálvstøðugir limir í WOSM. Føroyar noyðast tí at vera partur av danska ferðaliðinum, umboða Danmark, og sleppa ikki at flagga føroyska Merkinum á opnunarhátíðini, tá eitt umboð frá øllum luttakandi londum ganga skrúðgongu við fløggum sínum. Hetta eru føroyingar sera harmir um. Føroyar hava tó fyrr fingið undantaksloyvi til at flagga á sínum leguøki, og at ganga við hálsklútum í føroysku flagglitunum. Ringt er at meta hvussu nógvir føroyskir skótar hava luttikið á jamboree og nær vit luttóku fyrstu ferð. Ein blaðgrein frá Dimmalætting hevur at vísa, at ein bólkur av føroyskum skótum luttók í USA í 1967. Føroyskir skótar hava verið umboðaðir á øllum jamboreeum síðani í 1980'inum. Í 2015 fara umleið 67 føroyskir skótar, leiðarir og hjálparfólk úr øllum skótasamskipanum á Jamboree í Japan. Jamboree on the Air. Jamboree on the Air ella JOTA, sum tað verður nevnt í vanligari talu, er eitt tiltak, sum fer fram, triðja hvørt vikuskifti í oktober hvørt ár. Tiltakið var fyrstu ferð hildið í sambandi við 50 ára føðingardagshaldið hjá skótarørsluni í 1957. JOTA verður mett at vera størsta tiltak WOSM skipar fyri árliga. Jamboree on the Internet. Jamboree on the Internet ella JOTI, sum tað verður kallað í vanligari talu, er eitt tiltak sum fer fram samstundis sum JOTA. Hetta tiltak var fyrstu ferð hildið í 1996, og hevur til endamál at samskifta við aðrar skótar runt um í heiminum í gjøgnum alnótina, ofta gjørt í gjøgnum ScoutLink á Mirc, ella í gjøgnum teldupost. Upprunin kom í 1995, tá rovaraskótin Norvan Vogtvvar frá Avstralia var útvekslings student í Hollandi. Norvan gjørdi eitt link á Mirc, har hann kundi tosa við skótaliðið heima í Avstralia. Í november 1996 avgjørdi World Scout Committee, vitandi av vøkstrinum í samskiftum skóta ímillum á internetinum, og at JOTI longu var veruleiki fleiri staðni í heiminum, at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak, við tí endamáli at samskifta á hesum miðli. Avgjørt var at JOTI skuldi haldast hvørt ár, samstundis sum JOTA. Í 2011 kom tann fyrsta JOTI útvarpstøðin. Tað var ein útvarpsstøð á alnótini sum bert var virk í JOTA/JOTI vikuskiftinum. Hon hevði til endamál at undirhalda skótum, sum sótu við telduna runt í heiminum, og samskiftu hvør við annan. Útvarpstøðin útvarpaði ímillum annað beinleiðis samtalur við skótar runt um í heiminum. Útvarpstøðin var samskipað av einum skótabólki í Englandi, sum kallar seg Avon Scout Radio, við hjálp frá Scout Radio. JOTI Radio er nú vorðin ein fastur partur av JOTA/JOTI vikuskiftinum. Eftir luttøku av JOTA/JOTI fáa allir luttakarar eitt merki, sum vísir at tey hava luttikið. Føroyar eru partur av norðurlenskum skótasamstarvi, og fáa tí eitt merki, ið vísir øll tey norðurlensku fløggini samantvinnað, sum skal merkja samanhald og samarbeiði landanna ímillum. Jamboree on the Trail. Hugskotið til Jamboree on the Trail, ella JOTT, sum tað kallast í vanligari talu, kemur frá einum,minni tiltaki sum var skipað fyri í einum Jamboree ári. Sum hjá JOTA og JOTI er endamálið eitt virksemi, sum skótar runt um í heiminum kunna vera felags um. Í hesum føri er talan um ein gongtúr, sum er hvørt ár annan leygardag í mai. Teinurin, ið skal gangast hevur ymiskar vegalongdir, so øll kunna luttaka, har í millum úlvaungar, sum eru oftast teir yngstu limirnir í skótarørsluni. Endamálið er at vera partur av einum felags tiltaki, sum verður framt á sama degi í fleiri londum runt um í heiminum, og vísa á altjóða skótavinarlag. Somuleiðis her fáa lutakaranir eitt merki, ið vísir luttøku. Smærri tiltøk. Har eru upp til 10 ymiskar mini Jamboreeir, ella Jamborettur, sum tær verða kallaðar, runt um í heiminum hvørt ár. Har í millum økisjamboreeir, sum verða hildnar í teimum ymisku heimspartunum triðja hvørt ár. Luttøkan er sum oftast minni enn á alheims Jamboree, men hesi tiltøk eru sera væl móttikin. EuroJam í 2005, sum var ein økisjamboree fyri Evropa, hevði til dømis 10.000 luttakarar frá øllum Evropa. Walt Disney Classics. Walt Disney Classics ("Meistaraverk Disney"), var ein røð av teknifilmum á sjónbondum (VHS), sum vóru givin út av Walt Disney Home Video. Filmarnir vóru givnir út ímillum 1984 og 1994 á amerikanska, evropiska, japanska og avstralska marknaðinum í avmarkaði tíðarskeið. Søgan. Disney nýtur orðið "classics" (meistarverk) til at lýsa trimum sløgum av filmum teirra í fullri longd. Fyrsta týpan, tann sum flest kenna sum klassikarir, eru animeraðir teknifilmar, ið hava eina samanhangandi søgu í gjøgnum allan filmin. Næsta týpan eru filmar samansettir av fleiri stuttsøgum. Eitt dømi um hetta er filmurin "The Many Adventures of Winnie the Pooh" frá 1977, sum var ein samling av fleiri stuttfilmum hjá Winnie the Pooh, sum høvdu verið útgivnir áður, bara hvør sær. Triðja týpan, sum verður tald upp í meistaraverkini, eru filmar sum partvís eru animeraðir, og partvís veruligir. Tað vil siga ein blanding av teknifilmi og sjónleikarafilmi. Dømi um hetta eru filmarnir "Mary Poppins", "Bedknobs and Broomsticks" og "Pete's Dragon". Meistaraverk Disney bleiv tað sum tað er í dag vegna stovnan Disney sjónvarstøðina (Disney Channel). Tá starvsfólkini hjá Disney fóru í gjøgnum tað stóra filmsavnið í 1983, til at velja filmar at sýna á tí nýggju støðini, avgjørdu tey at vísa, nakrar av teimum mest umtóktu filmunum, sum "Alice in Wonderland" og "Mary Poppins", men í savninum vóru so 15 animeraðir filmar aldrin skuldu vísast. Hesar filmarnir høvdu aldrin verið vístir í sjónvarpi ella verið útgivnir á sjónband. Hesir filmar høvdu aldrin verið at síggja, burtursæð frá tá teir gingu í biograf í sínari tíð. Hesir filmar vórðu kallaðir "The Untouchables" (Teir ónemanligu). Hesir 15 filmarnir høvdu verið grunnsteinar í bygnaðinum av Walt Disney fyritøkuni. Ferð aftaná ferð teir vóru endursendir í biografarnar, sum var sirka hvørt sjeynda ár, tjenaðu teir eina rúgvu av peningi. Tí føldu starvsfólk Disney, at við at geva hesar filmar út á sjónbond, vóru fleiri sum fingu gleði av teimum, tey sloppu undan at endursenda teir í biografarnar, og filmarnir livdu longur. Teir 15 ónemanligu filmarnir vóru: "Snow White and the Seven Dwarfs", "Pinocchio", "Fantasia", "Bambi", "Cinderella", "Peter Pan", "Lady and the Tramp", "Sleeping Beauty", "101 Dalmatians", "The Sword in the Stone", "The Jungle Book", "The Aristocats", "Robin Hood", "The Rescuers", og "The Fox and the Hound". Allir filmar, ið vístu eina samanhangandi søgu, vóru partur av hesum 15 burtursæð frá "Dumbo" og "Alice in Wonderland", sum longu høvdu verið at sæð í sjónvarpi. Hesr filmar vórðu tó seinni eisini útgivnir á sjónband. Til at tjena meiri pening, vórðu flestu filmarnir útgivnir beint undir jól, soleiðis at yvirskotið av søluni kundi verða sum størst. Útgávur. Legg til merkis at her er tosað um útgávuár í USA. 1984: "Robin Hood". Fyrsti filmurin sum kom út í røðini var "Robin Hood". Disney fyritøkan metti hetta at vera ein góð byrjan, har sum filmurin ikki var so eftirsóttur av almenninginum, og fór neyvan at verða endursendur í biografarnar, vegna vánaligar inntøkur. (Filmurin hevði verið í biografinum í 1982, við skuffandi unditøkum.) 1985: "Pinocchio" og "Dumbo". "Pinocchio" hevði verið endursýndur í biografunum í 1984 við stórari undirtøku, har hann tjenaði yvir 26 milliónir amerikanskir dollarar. Tí var stórt ivamál um filmurin skuldi útgevast á sjónband. Summi vildu goyma hann til endursýningar í biografunum, tá hann hevði stórar inntøkumøguleikar. Meðan onnur meintu, at hann tjenaði ongan pening ímeðan hann sat og savnaði dust ímillum sýningar, og skuldi heldur tjena pengar á sjónbandamarknaðinum. Tí var avgjørt at "Pinocchio" skuldi útgevast á sjónband, men vera eitt sindur dýrari, enn minni umtóktir filmar sum "Robin Hood" og "The Sword in the Stone". "Pinocchio" varð útgivin tann 16. juli 1985, aftaná eina sjónvarpslýsingarherferð sum kostaði 1 millión dollarar. "Making Your Dreams Come True" lýsingarherferðin. Umleið 125.000 eintøk av "Pinocchio" vórðu seld í juli og august hetta árið, men í september avgjørdi Disney at lækka prísin á "Pinocchio", og 20 øðrum titlum, samstundis sum teir útgóvu "Dumbo", sum part av meistaraverkunum. Hendan príslækking var í gildi frá 3. desember 1985 til 31. januar 1986, og hevði við sær at "Pinocchio" gjørdist bestseljari á sjónbandamarknaðinum. Tann knappa avgerðin um príslækkingina, gav stórar trupuleikar. Fólk sum júst høvdu keypt Disney filmar áðrenn príslækkingina kravdu endurgjald á prísmuninum. Tá 1986 endaði, var tað mett at "Pinocchio" hevði verið seldur í umleið 250.000 eintøkum. "Pinocchio" varð eftir hetta vístur á Disney sjónvarpsstøðini. 1986: "The Sword in the Stone", "Alice in Wonderland", og "Sleeping Beauty". "The Sword in the Stone" varð útgivin 25. mars 1986 og sostatt tann fjórði klassikarin útgivin á sjónbandi. 27. mai 1986 varð "Alice in Wonderland" útgivin, nú sum partur av klassikarunum, í sambandi við eina nýggja lýsingarherferð. 14. oktober 1986 bleiv "Sleeping Beauty" útgivin og sætti klassikarin í røðini. "Sleeping Beauty" var samstundis fyrsti klasikkarin, at verða broyttur digitalt, til at betra um bæði ljóð og mynd. Í sambandi við eina jólalýsingarherð seldi Disney næstan 5 milliónir sjónbond jólini 1986, meir enn nøkur onnur filmsfyritøka. Svøvnrósa seldist í 1.2 milliónum eintøkum, og bleiv best selda sjónband í 1986. 1987: "Lady and the Tramp". "Lady and the Tramp" vóru útgivni 6. oktober 1987, sum sjeynda meistaraverkið í røðini. Filmurin seldi 3.2 milliónir eintøk, og bleiv best selda sjónband nakrantíð. Jólalýsingarherferð hjálpti Disney at bróta øll sølumet, og seldi 7.5 milliónir sjónbond jólini 1987. 1988: "Cinderella". Eftir mótstøðu fra stjórum Disney, varð endiliga avgjørt at útgeva "Cinderella" á sjónband tann 4. oktober 1988. Hetta var aftaná at filmurin hevði tjenað 35 milliónir dollarar í biografunum árið áðrenn. Disney fór í gongd við enn eina jólalýsingarherferð, hesurferð í samstarvi við Coca-Cola. Disney seldi 11.5 milliónir sjónbond jólini 1987, har ímillum 5.4 eintøk av Øskufíu. Øskufía seldi 7.4 milliónir eintøk í 1987, og var nummar tvey á listanum yvir ársins mest seldu filmar. Nummar eitt á listanum var "E.T. the Extra-Terrestrial" við 14. milliónum eintøkum. 1989: "Bambi". "Bambi", sum Disney mett at verða sín mest virðismikla film (í inntøkum), varð útgivin 28. september 1989. 1990: "The Little Mermaid" og "Peter Pan". Síðani útgávuna av "Sleeping Beauty" í 1986, var tað vorðið vanligt at eitt nýtt meistaraverk kom út stutt áðrenn jól, men aldrin fyrr en tað. Tí kom tað nógvum av óvart, tá tað var kunngjørt tíðliga í 1990 at "The Little Mermaid" skuldi útgevast sama. Filmurin hevði verið frumsýndur í biografunum 17. november 1989, og var tí enn vístur á fleiri støðum. "The Little Mermaid" varð fyrsta meistaraverk, framleitt aftaná hini 15 ónemanligu (tey vórðu framleidd ímillum 1937 og 1981), at sleppa upp í savnið. "The Little Mermaid" varð útgivin 15. mai 1990 seldi 10 milliónir eintøk í, sum var nóg til at verða ársins best selda sjónband. Við útgávuni á "The Little Mermaid" fyrr á árinum, var pláss fyri enn einar útgávu áðrenn jól 1990. Sostatt varð "Peter Pan" útgivin 21. september, frískur úr endursýningu í biografunum árið fyri. "Peter Pan" seldi 7 milliónir eintøk í 1990. 1991: "The Jungle Book", "The Rescuers Down Under", og "Fantasia". "The Jungle Book", sum hevði verið endursýnd í biografunum summarið áðrenn, varð útgivin 3. mai 1991. "Robin Hood" varð endurútgivin 12. juli, eftir at hava verið tikin av marknaðinum í 1987. Hetta tóktist løgin marknaðarføring, tá flestu børn eru í summarfrítíð hatta tíðarskeiðið, og neyvan sita inni og hyggja eftir film. Disney vildi nýta sær tað, at vælumtókti filmurin ' (við Kevin Costner í høvuðsleiklutinum) spældi í biografunum, og nýta tað sum lýsing fyri Disney filmin um "Robin Hood". "The Rescuers Down Under", sum varð framhald av filminum "The Rescuers", varð útgivin 20. september 1991. "Fantasia" varð útgivin 1. november, aftaná fleiri ár av noktanum hjá Disney um at útgeva filmin á sjónband. "Fantasia" varð fyrsta meistaraverkið at vera útgivið sama dag runt um heiminum, ella í 46 londum. "Fantasia" seldi 14.4 milliónir sjónbond og laserdiscs. 1992: "101 Dalmatians", "The Great Mouse Detective", "The Rescuers", og "Beauty and the Beast". "101 Dalmatians" varð útgivin tann 10. apríl 1992, "The Great Mouse Detective" tann 17. juli og "The Rescuers" tann September 18. "Beauty and the Beast" varð útgivin tann 30. oktober, aftaná at hava verið framsýndur í biografunum árið fyri. Filmurin var sera væl umtóktur, seldi 20 milliónir eintøk, og tjenaði 200 milliónir dollarar í 1992. 1993: "Pinocchio" (endurnýggjað útgáva) og "Aladdin". "Pinocchio" varð endurútgivin í einari endurnýggjaðari útgávu tann 26. mars 1993. Lýsingarherferðin var: "Síðstu ferð at fáa í hesi øld", útsøgn sum vísti seg at vera skeiv, tá "Pinocchio" varð endurútgivin fyri triðju ferð í 1999, til at hátíðarhalda 60 ára útgávudagin sum skuldi haldast í 2000. "Aladdin" varð útgivin 1. oktober 1993 á sjónband og laserdisc. "Aladdin" kom at vera best selda meistaraverk í meistaraverk røðini frá 1985 - 1994. 1994: "The Fox and the Hound". "The Fox and the Hound" varð útgivin 4. mars 1994. Summi eintøk høvdu filmsbrot frá filminum "The Lion King", onnur brot úr filminum "The Return of Jafar", sum vóru frumsýndir í biografunum seinni sama ár. Smør. Smør er ein mjólkavøra, sum verður framleidd við at kirna óma. Tað mest siðbundna í vesturheiminum er at nýta neytamjólk, men mjólk frá øðrum djórasløgum sum til dømis frá seyði, geit, yakaoksum og bøfflum kann eisini nýtast, tá ið smør skal gerast. Smør inniheldur mjólkaproteinur og í minsta lagi 80% av mjólkafeitti og í mesta lagi 16% av vatni. Smør fæst bæði við og uttan salt. Um salt er í kann tað ofta vera umleið 2% av salti í smørinum, tað verður tilsett bæði fyri at betra um smakkin og fyri at økja um haldføri. Smør hevur ein fastan konsistens, tá ið tað stendur kalt, men við stovuhita frá umleið 20 °C verður tað sera bleytt. Tá ið smør verður hita, gerst tað ein klárur, flótandi, gulur massi. Liturin er ljóst gulur, men liturin kann eisini variera frá gulum til nærum hvítt. Liturin á smørinum gerst bleikari, tá ið neytini eta hoyggj um veturin í staðin fyri frískt gras. Um neytini ganga á bønum alt árið, so broytist liturin á smørinum ikki nakað serligt. Mjólk. Mjólk er tann hvíta ella gulhvíta vætan, ið hon-súgdjór framleiða til sínar ungar. Mjólkin frá hvørjum einstøkum djóraslagi og frá menniskjum hevur ymiska samanseting, men hevur eisini felags eyðkenni. Eftirsum drekkivøran skal geva ungunum/børnunum øll tey føðsluevni, ið tey hava brúk fyri til tess at vaksa, inniheldur mjólkin tey føðsluevni, ið ungarnir ella børnini hava brúk fyri. Mjólk inniheldur serstakliga protein (eggjahvítaevni), feitt, sukur (laktosu) og kálk og haraftuar eisini onnur mineralir sum jarn og selen, og vitaminir sum t.d. vitamin B. Menniskju drekka móðurmjólk sum pinku- og småbørn. Fólk við laktosuintoluransu tola ikki at drekka mjólk frá djórum. Umframt at drekka mjólk verður mjólk ofta nýtt í matgerð, t.d. í greyti ella saman við morgunmatarvørum, og tá ið fólk baka køkur og annað. Mjólk er eisini tað ráevnið, ið verður nýtt til at flamleiða smør, ost og joghurt. Alheims mjólkadagur er 1. juni. Ymisk sløg av kúgvamjólk. Í dag er vanligt, at kúgvamjólkin fæst í ymiskum sløgum við ymiskum innihaldi av feitti. Onnur sløg av «mjólk». Orðið mjólk verður eisini nýtt um hvítar drekkjuvørur, ið ikki koma frá djórum, t.d. sojamjólk, rísmjólk, mandilmjólk og kokosmjólk. Sjónleikari. Sjónleikari er eitt starvsheiti, ið fevnir um fólk, ið starvast við sjónleik. Sjónleikarar kunna millum annað starvast í sjónleikarhúsum, í sjónvarpi og útvarpi. Sjónleikarar nýta tekst, ið eitt leikskald hevur skrivað, til at tulka og spæla ein annan persón enn tey sjálvi eru. Keflavík. Keflavík er ein íslenskur býur í kommununi Reykjanesbær. Íbúgvar eru um 13.000. Keflavík er mest kent fyri herstøðina sum amerikanarir bygdu undir øðrum veraldarbardaga og blomstrandi tónleikalív í seinnu helvt av 20. øld. Íslenski atjóða flogvøllurin er eisini at finna í Keflavík. Býurin fekk navn sítt frá eini vík, við sama navni, sum liggur tætt við. Søgan. Sambært bókini Landnáma, sum er elsta kelda um landnám í Íslandi, verður sagt at fyrsti íbúgvi á Reykjanesi, og harvið Keflavík, var Steinunn Gamla, landnámskona. Hetta er at finna í ritum frá umleið 1270. Í 15. øld var tað nógv um at englendingar fiskaðu í økinum, og hava teir sjálvsagt komið á land í Keflavík. Í 1579 gav Danakongur tað fyrsta handilsloyvið, tá til nakrar týskarar, sum nú kundu handla í Keflavík. Í 1602 byrjaði so tann danski einahandilin. Keflavík fekk sokallað keypstaðar rættindi tann 22. mars 1949. Seinni veraldarbardagi hevði við sær, at Keflavík vaks skjótt og væl. Kom hetta av nýggjum starvsmøguleikum, bæði á herstøðini og altjóða flogvøllinum. Fantasia (1940 filmur). "Fantasia" er ein amerikanskur teknifilmur frá 1940, sum Walt Disney hevur framleitt. Hann er hin triði filmurin í røðini av teimum klassisku teknifilmunum frá Disney. Filmurin varð frumsýndur í Amerika hin 13. november 1940. Í 1999 kom ein framhaldsfilmur, "Fantasia 2000", sum varð sýndur í biografunum. Globala upphitingin. Globalur hitamunur frá 1880 til og við 2010. Null er miðalhitin frá árunum 1951-1980. Tann svarta linjan er tað árliga meðalvirðið, meðan tann reyða vísir meðalhitan yvir 5 ár. Teir grønu stáplarnir vísa tann metta feilmarginalin. Frávik í tí globala meðalhitanum tíðarskeiðið 1999 til 2008 samanborið við meðalhitan fyri tíðarskeiðið frá 1940 til 1980. Global upphitingin er tað, ið man nevnir ta observeraðu upphitingina av jarðarinnar lægru atmosferu og havi síðan 1950-árini umframt tað spádda framhaldið av hesum. í 20. øld vaks tann globali miðalhitin við 0,74 ± 0,18 °C. Sambært eitt nú klimapanelinum hjá ST, IPCC, kemur upphitingin mest sannlíkt av, at menniskju nýta ov nógv vakstrarhúsgass. Hildið verður eisini, at ikki-menniskjaligir faktorar, so sum variasjónir av sólaraktiviteti og vulkanútbrot, hava ávirkað til eitt sindur kaldari síðan ár 1950. Kjakið um eina antropogena upphiting, tað vil siga eina upphiting, ið menniskjan hevur elvt til, hevur vakt stóran ans síðan 1990-árini. Í fleiri førum hava heimsins leiðarar hittst, fyri at taka avgerð um hvussu útlátið av vakstrarhúsgassum kann avmarkast, eitt nú hittust teir og samdust um Kyotosáttmálan í 1997 og hittust á veðurlagsráðstevnu Sameindu Tjóða í Keypmannahavn 2009. Rithøvundur. Rithøvundur er eitt starvsheiti, ið fevnir um fólk, sum hava tað til yrki at skriva rit og bøkur. Viðurkendir rithøvundar kunna vinna fleiri heiðurslønir, og tann mest eftirtókta man vera Nobelsprísurin í bókmentum. Kingmanoyggj. Kingmanoyggj er ein amerikonsk oyggj, ið liggur í ein landnyrðing frá stórbýnum Washington D.C. Oyggin, sum er umringað av Kingmanvatni, er gjørd av mannahondum, og varð liðug í 1916. Síðani 2010 hevur helvtin av oynni verið ein golfvøllur, ímeðan hin helvtin er óbygd. Oyggin, og vatnið sum umringar hana, eru nevnd eftir verkføðinginum og generalinum Dan Christie Kingman, sum er fyrrverandi ovasti í "United States Army Corps of Engineers". Føroya Ungdómsráð. Føroya Ungdómsráð er ein føroyskur felagskapur, ið fevnir um alt barna og ungdómsarbeiði í Føroyum. Føroya Ungdóms ráð ella FUR, sum tað verður sum oftas umtalað, varð sett á stovn tann 25. mai 1984. FUR hevur fleiri verkætlanir hvørt ár. Eitt gott dømi um hetta er bókin "Les og Lær", sum kom út í 2014, og verður endurútgivin, við einari samliðari heimasíðu í 2015. Í tí bókini eru at finna allar miðnáms og framhalds útbúgvingar føroyingar kunna taka í Føroyum og í Danmark. FUR er ein samstarvsfelagsskapur fyri teir skipaðu, sjálvbodnu og landsumfatandi barna- og ungdómsfelagsskapirnar í Føroyum. Um Føroya Ungdómsráð. FUR hevur 25 barna- og ungdómsfelagsskapir sum limir, hararv eru 21 limafeløg virkin í 2014. Teir virknu limafelagsskapirnir hava 34 lokalfeløg. FUR umboðar soleiðis 4820 børn og ungdómar í Føroyum (pr. 31.12.2013). FUR fíggjar virksemi sítt við limagjaldi frá limafelagsskapunum, við árligum studningi á løgtingsfíggjarlógini og við peningi frá Spf. Ítróttarvedding. FUR umsitir stuðulsskipan, sum veitir pening til limafelagsskapirnar og lokalfeløgini eftir reglugerð sum limafelagsskapirnir hava samtykt og sambart løgtingslóg um ítróttarvedding. FUR verður stjórnað av starvsstjórnini, sum hevur 5 limir. Starvsstjórnarlimir verða valdir á landsfundinum fyri eitt ár ísenn, meðan formaðurin verður valdur fyri 2 ár. FUR hevur eina umboðsstjórn, har allir limafelagsskapir hava hvør sín umboðsstjórnarlim. Umboðsstjórnin hevur í minsta lagi 2 fundir árliga. FUR hevur samstarv við hini ungdómsráðini í norðurlondum gjøgnum NKM (Nordiske kontaktmøder). FUR luttekur í NKM á jøvnum føti við hini ungdómsráðini. FUR hevur síðan 2001 verið limur í VNU. VNU (Vest Nordisk Ungdomsforum) - er samstarv við Grønlendska ungdómsráðið Sorlak og felagsskapin UMFÍ í Íslandi. FUR hevur sjálvstøðugan limaskap í NSU (Nordisk Samorganisation for Ungdomsarbet). Endamálið er at styrkja samstarvið millum flokspolitiskar óheftar sentralar ungdómsfelagsskapir í Norðurlondum. CISV Føroyar. CISV (Children's International Summer Villages) Føroyar (stovnaður í 1978) er ein felagskapur, ið starvar undir CISV International. CISV er ein altjóða felagsskapur, ið arbeiðir fyri friði í heiminum. CISV virkar í londum kring allan heim og skipar fyri altjóða barnalegum og arbeiði í lokal-umhvørvinum. CISV leggur stóran dent á, at tað ber til at liva saman í sátt og semju hóast ymiskan húðarlit, ymiska lívs-, mentanarliga-, politiska- ella átrúnaðarliga áskoðan. Ung fyri Miðflokkin. Ung fyri Miðflokkin (UfM) er eitt politiskt ungmannafelag, ið virkar undir Miðflokkinum. Ungmannafelagið varð fyrstu ferð stovnað, einferð um túsundáraskiftið, og hevur síðani verið meiri og minni virkið. 5. oktober 2010 varð felagið endurstovnað, eftir at hava verið óvirkið í eitt styttri tíðarskeið. UfM hevur eitt samstarv við móðurflokkinum, og sæst hetta millum annað aftur, í at ungmannafelagið hevur havt fleiri valevnir uppstillaði til bæði løgtings- og kommunuval. Felagið er í dag virki umvegis facebook, har tey hvørja viku leggja út politiskt tilfar. Eisini luttekur ungmannafelagið í tí almenna orðaskiftinum m.a. við at luttaka í kjakfundum o.t. UfM fylgir eina kristindemokratiskari ideologi og fylgir tí politisku linjuni hjá móðurflokkinum. Hjartamál hjá ungmannafelagnum eru m.a.: hjúnabandslógin, fosturtøka, rúsdrekkapolitikkur, heilsupolitikkur, familjumál og neyð/menningarhjálp. Dramaverkstaðið. Dramaverkstaðið (stovnað í 1997) er elsti drama/sjónleikaraskúli í nýggjari tíð. Skúlin heldur til í gamla snikkara og orgulverkstaðnurm hjá Verland Johansen, tætt við Høllina á Hálsi í Havn. Her fáa næmingar frið at arbeiða og læra í somu hølum, har fleiri av fyrrverandi næmingunum eru vorðin yrkis- og amatør sjónleikarar. Søgan. Hjørdis Johansen fekk hugskotið at byrja Dramaverkstaðið, á gamla snikkara- og orgulverkstaðnum hjá pápanum Verland Johansen. Saman við manninum, Christian Kruse, keypti hon verkstaðið í 1986, og fram til 1996 virkaði verkstaðið sum orgulverkstaður burturav. Aftaná at kreppan hevði gjørt um seg fyrst í 1990 árunum, var einki orgul at byggja, og lykilin varð snaraður um. Verkstaðið stóð tómt eina tíð, líka til hetta hugskotið um Dramaverkstaðið fór at spíra. Farið var undir at rudda, vaska og mála, og í januar 1998 var klárt at byrja. Nevndin í 2014. Dagligur leiðari er framvegis Hjørdis Johansen. Hjørdis Johansen. Hjørdis Johansen, f. 1949, er ein føroyskur lærari, leikstjóri, tónasmiður, scenografur og leikritahøvundur. Á heysti 1997 fekk Hjørdis Johansen hugskotið at byrja Dramaverkstaðið á gamla snikkara- og orgulverkstaðnum hjá pápanum Verland Johansen. Saman við manninum, Christian Kruse, keypti hon verkstaðið í 1986, og fram til 1996 virkaði verkstaðið sum orgulverkstaður burturav. Aftaná at kreppan hevði gjørt um seg fyrst í 1990 árunum, var einki orgul at byggja, og lykilin varð snaraður um. Verkstaðið stóð tómt eina tíð, líka til hetta hugskotið um eitt dramaverkstað fór at spíra. Farið var undir at rudda, vaska og mála, og í januar 1998 var klárt at byrja. Hjørdis er fødd í Havn í 1949. Hon tók barnagarðslæraraútbúgving í 1971. Hon var á sjónleikarskeið hjá Eyðun Johannesen, og seinni hjá Grímu í 1970 árunum, og tókst eftir hetta við alt møguligt innan undirhald, sang, myndlist og sjónleik, samstundis sum hon arbeiddi í barnagarði, í Sjónvarp Føroya og nøkur ár á Orgulverkstaðnum. Hjørdis hevur lokið útbúgving sum Barnasjónleikaleiðari á sumri 2000, og hevur sumrini 1997, 1998 og 1999 fingið sær útbúgving innan leikstjórn í Íslandi. Harumframt hevur hon verið á skeiðum í teatersport, "At skriva til pall", skeiðum innan scenografi, og gerð av búnum bæði her heima og í Danmark. Hjørdis hevur drúgvar royndir á palli, bæði hjá Havnar Sjónleikarfelag og hjá Grímu. Hon hevur ígjøgnum ár og dag leikt við í nógvum sjónleikum, kvøldsetum og øðrum tiltøkum, síðan hon, 10 ára gomul, fyrstu ferð stóð á palli í Sjónleikarhúsinum í sjónleikinum "Robin Hood". Nevnast kunnu leikir sum Skeyk (1997), Dansur í fyllandi sól (1995), Havið (1993), Sanna og Gandafuglurin (1989), Stjørnubarnið (1988), Haturfuglar (1981) og útisjónleikurin Trælalív (1977). Eisini hevur Hjørdis verið sera virkin innan tónleik, sang og myndlist. Hon hevur undirhildið børnum á bókasavninum við sangi, søgum og dukkuleiki. Í útvarpinum hevur hon sungið og lisið søgur upp. Hesar royndir førdu við sær, at hon í 1979 gav út vældámdu plátuna "Barnasangir", ið fyri stuttum er endurprentað sum fløga. Í mong ár, síðan miðskeiðis í 1970 árunum, hevur hon verið virkin myndlistakvinna. Hon hevur sýnt fram klippmyndir og tekningar á sjálvstøðugum framsýningum og umframt tað, hevur hon verið við á fleiri Ólavsøkuframsýningum, kvinnuframsýningum og øðrum. Í 1980 árunum skrivað hon, og spældi "Giu og Grana" og arbeiddi við barnasendingum í Sjónvarp Føroya. Hon ferðaðist um sama mundið við Bókabilinum kring alt landið við søgum og dukkuleiki. Fýra ferðir, í 1987 og 1988, og aftur í 1997 og 1998 stjórnaði Hjørdis teimum vælumtóktu Leikhúsjól í Sjónleikarhúsinum. Hjørdis hevur skipað fyri skeiðum í drama og sjónleiki bæði her heima og niðri í Danmark. Papa Stour. Papa Stour (av norrønum "Papey Stóra") er ein oyggj í Hetlandi. Hon er 8,28 km² til støddar og í 2011 vóru íbúgvarnir 15 í tali. Oyggin liggur syðst í St. Magnus Bay, í ein útnyrðing av Mainlandi. Landslag og Djóralív. "Galti Stacks" á vesturstrondini við "Fogla Skerry" (Fuglaskeri) í baksýni Oyggin er bæði basalt og áløguberg. Hæsta punktið er heyggurin "Virda Field" ið er 87 metrar (285 ft) høgur. Stórur partur av oynni er hagi við heiðalyngi. Otur, láturkópur, bóghvítuhvalur(mastrahvalur) og nísa síggjast javnan við strendurnar kring oynna. Lundi, terna, skúgvur, kjógvi, havhestur, lomvigi, álka, tangaspógvi, steinstólpa, svarthálsa og svartbakur reiðrast øll á oynni, og nógvur flytifuglur sæst eisini. Upprunaliga hetlandsrossið verður enn alt á oynni. Søga. Á oynni finst farvegur eftir búseting frá uml. ár 3.000 f.Kr. og gamla norrøna navnið "Papey Stóra", ið merkir "Stóra oyggin hjá papunum (prestunum)", sipar til keltisku paparnar ið búleikaðust har, áðrenn norðbúgvarnir komu. Elsta handritið sum er funnið í Hetlandi er eitt norrønt handrit frá 1299, har Papa Stour verður umtalað. Hóast Hetland kom undir skotskt vald í 1469, so var Papa Stour ogn hjá norskum jallum fram til 17'du øld. Tá oyggin í 18'du øld var vorðin ogn hjá tveimum skotskum lordum, var útróður við sokallaðum "sixareens" (seksæringum) vorðin ein týðandi vinnuvegur á oynni, hesin útróður er kendur sum "Haaf fishing" (havútróður), og siglt var so langt til havs, at bjørgini á Foula hvurvu í havsbrúnni. Kendi hetlendski yrkjarin Vagaland yrkti ein sang um útróðrarmenninar á Papa Stour: "Da Sang o da Papa Men", har niðurlagið er "Rowin Foula doon" (rógva Foula undir [havsbrúnna]). "Oot bewast da Horn o Papa, Owir a hidden piece o water, Roond da boat da tide-lumps makkin, Sunlicht trowe da cloods is brakkin; We maan geng whaar fish is takkin, Búseting. Vatnmyllur nær við "Dutch Loch". Búsetingin savnað kring bygdina "Biggins" eystantil á oynni, haðan ferjusamband er til West Burrafirth á Mainlandi. Tað er eisini ein lítil flogbreyt nær við "Biggins", haðani regluligt flogsamband er til Tingwall á Mainlandi. Íbúgvatalið er nógv minkað, og nú (2011) eru bert 15 fastbúgvandi fólk eftir á oynni. Đắk Lắk. Lăk vatnið er nærindis bygdina Buôn Jun Đắk Lắk er ein landlutur í Vjetnam. Navnið verður eisini stavað Đắc Lắc. Đắk Lắk liggur í landslutinum Tây Nguyên (merkir Vestara Hálendi, á enskum kent undir navninum Central Highlands). Har búgva nógv fólk ið eru av upprunafólkinum í landinum, tey hoyra ikki til tann etniska bólkin av vjetnamesarum (Việt). Fólkatalið í landslutinum var 1.733.100 við fólkateljingini í 2009. Landsluturin fevnir um eitt øki á 13.062 km2 og liggur umleið 600 metrar omanfyri havið. Fyrisiting. Høvuðsstaðurin í Đắk Lắk landslutinum, Buôn Ma Thuột, er ein sjálvstøðug kommuna. Søga. Økið ið nú verður nevnt Đắk Lắk varð upprunaliga ein partur av Champa kongsríkinum. Champa var eitt kongsríki frá umleið 7. øld til 1832. Đắk Lắk landsluturin kom undir Vjetnamesiskt stýri í 15. øld. Tá ið økið kom undir franskt harradømi, plantaðu fraklendingar nógvar plantasjur í økinum. Mótstøðan móti fraklendingum var stór í Đắk Lắk og fleiri uppreistrar vóru. Seinni gjørdist Đắk Lắk partur av Suðurvjetnam, og Vjetnamkríggið fór eisini fram í Đắk Lắk. Sisimiut. Sisimiut (fyrr nevndur Holsteinsborg) er ein býur í Grønlandi. Býurin liggur í Qeqqata kommunu í Mið-Vesturgrønlandi við strondina til Davis-sundið. Býurin er høvuðsbýur í kommununi. Fólkatalið er 5.598 og býurin er næst størsti býur Grønlands, næst eftir Nuuk. Hægsta fjallið í Sisimiut er 784 metrar høgt. Sisimiut er Grønlands norðasta havn, ið er ísfrí um veturin. Býurin liggur umleið 320 km norðan fyri Nuuk Áðrenn kommunureformin í 2009 var Sisimiut høvuðsbýur í Sisimiut kommunu. Sisimiut hevur havt búseting av fleiri ymiskum fólkasløgum í umleið 4 500 ár. Teir fyrstu íbúgvarnir vóru eitt Inuit-fólk frá Saqqaq-mentanini, Dorset-mentanini og seinni frá Thule-mentanini, hvørs eftirkomarar í høvuðsheitum eru tey ið nú búgva í býnum. Harumframt eru eisini rættiliga nógv fólk av donskum uppruna, ið fluttu til økið undir leiðslu av prædikumanninum Hans Egede í 1720-árunum. Sisimiut veksur við 8 % um árið, hetta ger býin til tann triðskjótast veksandi býin í landinum. Fiskivinnan er enn tann týdningarmiklasta vinnan í Sisimiut, sjálvt um onnur sløg av vinnum eru í býnum. KNI og dóttirfelagið Pilersuisoq, ið rekur eina røð av handlum hjá landinum, hevur høvuðssæti í býnum. Arkitektoniskt er Sisimiut ein blanding av teimum siðbundnu fleirlittu einfamiljuhúsunum av træ og íbúðarblokkar, sum vóru bygdir orsakað av politikkinum hjá donskum myndugleikum í 1960-árunum við miðsavnan. Býurin veksur í norðara parti av býnum. Serliga hinumegin tað smølu Ulkuvíkina móti floghavnini er eitt øki sett av til nýtíðar forstaðarbúseting. Air Greenland flýgur frá Sisimiut til fleiri býir á vesturstrondini og til fleiri lond í Evropa umvegis Kangerlussuaq Floghavn. Tað eru fleiri vanligir og fakligir skúla í Sisimiut, ið bjóða útbúgvingar til íbúgvarnir í býnum og økinum kring býin. DTU hevur sett á stovn Center for Arktisk Teknologi í býnum. Í 2008 læt upp Grønlands annar mentanardepil, Taseralik Kulturcenter, ið bæði hevur biograf og sjónleikarhøll. Kim Kielsen. Kim Kielsen (føddur 30. november 1966) er ein grønlandskur politikari. Hann er formaður fyri flokkin Siumut og landsstýrisformaður Grønlands. Hann gjørdist virkandi landsstýrisformaður Grønlands, tá ið hann tók við eftir at Aleqa Hammond í oktober 2014 legði frá sær, og nakrar dagar seinni gjørdist hann eisini nýggjur formaður fyri flokkin. Kim Kielsen var upprunaliga sjómaður, men hann fekk sær útbúgving sum løgreglumaður og hevur arbeitt sum løgreglumaður í Upernavik og Paamiut frá 1996 til 2003. Í 2003 søkti hann um farloyvi frá politinum og fór í staðin at standa fyri einum átaki við børnum og ungum sum høvdu trupulleikar. Á valinum í 2005 var hann á fyrsta sinni valdur inn í Grønlands Landsting. Á vári 2005 varð hann eisini valdur inn í kommunustýrið í heimstaðarkommununi, Paamiut kommuna. Í 2007 gjørdist hann ráðharri fyri bústaðir, samferðslu og ráevni. Hann tók við hesum starvi eftir Jørgen Wæver Johansen. Hann sat í hesum sessinum til á sumri 2009, tá ið flokkur hansara misti valdið. Síðan var hann vanligur limur í landstingum til valið í 2013, tá ið flokkur hansara aftur kom til valdið. Í oktober 2014 gjørdist hann virkandi landsstýrisformaður, eftir at Aleqa Hammond hevði verið fyri hørðum ábreiðslum orsakað av at hon hevði nýtt umleið 100.000 krónur av landsins pengum til egna privata nýtslu, og legði frá sær. Fáir dagar seinni varð Kielsen valdur til formann fyri Siumut. Hann fekk 44 av 65 atkvøðum til formansvalið. Hin 28. november 2014 varð val í Grønlandi og Siumut gjørdist vinnari av valinum, sjálvt um flokkurin misti 3 landstingslimir í mun til eftir valið í 2013. Hin 4. december 2014 varð nýggja samgonga Grønlands veruleiki, tó vóru nøvnini ikki kunngjørd fyrr enn seinni. Samgonga varð gjørd millum Siumut (ið fekk 11 limir), Demokratarnir (4 limir) og Atassut (2 limir) við Kim Kielsen sum landsstýrisformanni. Hann er giftur við Judithe Kielsen, tey eiga tvey børn. Atassut. Atassut er ein grønlendskur politiskur flokkur, ið varð stovnaður 29. apríl 1978. Flokkurin samstarvar við danska flokkin Danmark. Á landstingsvalinum 2014 fekk flokkurin 6,5% av atkvøðunum og 2 limir valdar í Landstingið. Flokkurin er sambandssinnaður mótvegis Danmark. Venstre (Danmark). Venstre, Danmarks Liberale Parti, sum oftast bara nevnt Venstre (merkir Vinstri), er ein danskur politiskur flokkur. Flokkurin hevur bókstavin V á atkvøðuseðlinum og er elsti flokkur í Danmark, sum enn er til. Navnið Venstre kommur av, at flokkurin, tá ið hann varð stovnaður í 1870, var á vinstravonginum: Hann stríddist fyri líkarætti millum tær ymisku stættirnar í samfelagnum, fyri skúla til øll børn og líka rætt til læknahjálp. Í dag er Venstre ein høgrasinnaður flokkur. Ungdómsflokkurin hjá Venstre eitur Venstres Ungdom (VU) og er meira liberalur enn móðurflokkurin. Harumframt er Liberalt Oplysnings Forbund (LOF) og Danmarks Liberale Studerende knýtt at Venstre. Føroyski flokkurin Sambandsflokkurin er systurflokkur Venstre og gerst vanliga ein partur av tingbólkinum hjá Venstre, tá ið Sambandsflokkurin fær umboðan á Fólkatingi. Forsætisráðharrar. Anders Fogh Rasmussen í 2003 Venstre hevur í Danmarkar søgu havt 11 forsætisráðharrar, av hesum er Anders Fogh Rasmussen tann einasti, ið er blivin afturvaldur. Det Konservative Folkeparti. Det Konservative Folkeparti er ein danskur politiskur flokkur. Flokkurin fær bókstavin C á atkvøðuseðlum og verður vanliga umrøddur sum "De Konservative". Søgan. Det Konservative Folkeparti varð stovnað í 1915 eftir at samskifti hevði verið millum flokkarnir Højre, De Frikonservative og en part av tí fyrrverandi flokkinum Moderate Venstre. í 1915 var flokkurin Højre tann mest dominerandi flokkurin í Danmark. Men fleiri av teimum ungu í Højre hildu, at tað var brúk fyri einum nýggjum flokki, ið kundi fáa ein meiri nýmótans og sosialt sinnaðan konservativan profil. Det Konservative Folkeparti varð meldaður til Ríkisdagin hin 18. december 1915, og tá vóru otta fólkatings- og 26 landstingslimir í flokkinum. Formelt bleiv flokkurin ikki stovnaður fyrr enn í januar 1916. Flokkurin hevur verið millum teir støstu flokkarnir í Danmark, hann fekk t.d. 23,4% av atkvøðunum á fólkatingsvalinum 1984, men síðan er gingið støðugt aftur, og á fólkatingsvalinum 2011 fekk flokkurin bert 4,9% av atkvøðunum og fekk 8 limir, flokkurin misti 10 limir síðan valið í 2007, tá ið Det Konservative Folkeparti fekk 18 fólkatingslimir valdar. Leiðarar og formenn. Tann politiski leiðarin er valdur av fólkatingsbólkinum og teknar politikkin hjá flokkinum. Floksformaðurin verður valdur av landsráðnum, ið er floksins hægsti myndugleiki í øllum politiskum spurningum. Politiskir leiðarar í Fólkatinginum síðan 1929 Dansk Folkeparti. Dansk Folkeparti er ein danskur tjóðskapar-, sosialkonservativur politiskur flokkur. Flokkurin fær bókstavin O á atkvøðuseðlum. Hann varð stovnaður hin 6. oktober 1995 á Christiansborg. Tað vóru Pia Kjærsgaard, Kristian Thulesen Dahl, Poul Nødgaard og Ole Donner, ið til tá høvdu verið limir í Fremskridtspartiet, sum stovnaðu flokkin. Frá 2001 til 2011 var flokkurin parlamentariska grundarlagið fyri VK-stjórnini og stuðulsflokkur. Pia Kjærsgaard var forkvinna og politiskur orðførari fyri flokkin frá hann varð stovnaður og fram til 15. september 2012. Í september 2012 fór Pia Kjærsgaard frá sum forkvinna, og í staðin varð Kristian Thulesen Dahl valdur til formann. Flokkurin er næststórstur í Danmark og fekk 21,1% av atkvøðunum á fólkatingsvalinum 2015. Flokkurin hevur 37 av Fólkatingsins 179 limum. Ungmannafelagið Samband. Ungmannafelagið Samband er eitt politiskt ungmannafelag, ið hoyrir undir Sambandsflokkkin. Amnesty International Føroyadeild. Eitt føroyst frímerki, ið vísir á Amnesty International. Amnesty International Føroyadeild er ein føroyskur mannarættinda felagskapur, ið starvast undir Amnesty International. Blákrossungdómur. Blákrossungdómur, stytt BKU, er ein føroyskur ungdómsfelagskapur, ið starvast undir Bláa Krossi Føroya. Endamál. Endamálið er at stuðla ungum í kristnum felagsskapi, í rúsfríari lívsførslu og fyribyrgja rústrupulleikum. Hetta verður gjørt við upplýsing, fundum, legum og øðrum tiltøkum. BláKrossUngdómur er eisini at finna í hesum londum: Noregi, Svøríki, Týsklandi og Sveis. Blákrossungdómur hevur umleið 400 limir, og eru aktivir limir í Føroya Ungdómsráð. Norrøna Ungmannafelag Føroyar. Norrøna Ungmannafelag Føroya, NUF, er ein føroyskur ungmanna felagskapur, ið starvast undir Norrøna felagnum í Føroyum, og var stovnaður í 2014. Um NUF. Norrøna Ungmannafelag Føroya er ein politiskt óheftur felagsskapur. NUF hevur sjey systurfeløg í hinum Norðurlondunum, ið tað samstarvar við. NUF setur fokus á norðurlendska mentan, náttúru, mál og søgu, men eisini á at styrkja og betra samstarvið millum tey norðurlendsku londini. Hetta skal fremjast í verki við at skipa fyri ymsum norðurlendskum tiltøkum, sum t.d. Föreningarna Nordens Ungdomsförbund (móðurfelag teirra) skipar fyri, eins væl og tiltøk kring Norðurlond, men eisini við at hava tiltøk fyri ung fólk í Føroyum. Tiltøkini kunnu snúgva seg um at uppliva ella læra um alt frá heitum keldum í Íslandi, svenskum metaltónleiki, norsk fjøll, at fara við hundasleðu kring innlandsísin í Grønlandi ella um víkingamentan og hvar vit koma frá. Friðarheiðursløn Nobels. Friðarheiðursløn Nobels er ein av teimum fimm Nobelvirðislønunum, ið svenskarin Alfred Nobel setti á stovn í sínum testamente frá 27. november 1895. Heiðurslønin verður býtt út av Den norske Nobelkomite. Móttakarar av virðislønini verða vanliga almanna kunngjørdis tíðliga í oktober, meðan sjálv handanin fer fram á deyðsdegi Nobels hin 10. desember. Hátíðarhaldið er síðan 1990 farið framm í Ráðhúsinum í Oslo. Tað verður eisini hildin ein serstøk konsert í samband við handanina, har ið vinnarin og týdningarmiklir gestir luttaka. Friðarheiðursløn Nobels verður mett sum heimsins týdningarmesta friðarheiðursløn. Hinar Nobelvirðislønirnar verða býttar út av Nobelstiftelsen í Stockholm. Tá ið Alfred Nobel andaðist hin 10. desember 1896 vóru Noreg og Svøríki enn í einum samveldi, har ið Svøríki einsamalt stýrdi uttanríkispolitikkinum. Konstantinopel (søguligur býur). Modell av Konstantinopel í bysantinska tíðarskeiðnum Konstantinopel (grikskt: Κωνσταντινούπολις; latínskt Constantinopolis; osmannara turkiskt "قسطنطینية, Kostantiniyyé") var frá 330 til 1930 navnið á býnum, sum í dag verður nevndur Istanbul í Turkalandi. Áðrenn hetta æt býurin Byzans ella "Byzantium". Navnið Konstantinopel fekk býurin tá keisarin Konstantin hin Stóri flutti rómverska høvuðsstaðin úr Rom og hagar. Í 12. øld var Konstantinopel størsti býur í Europa. Tá Rómverjaríkið fór í tvíningar gjørdist Konstantinopel høvuðsstaður í "eysturrómverska", ella "bysantinska ríkinum" við høvuðsæstinum hjá økumeniska patriarkatinum hjá ortodoksu kirkjuni. Millum grikkar varð býurin bert nevndur "i Poli" (býurin), tí hann var miðdepul í griksa heiminum. Nútíðar navnið "Istanbul" sigst stava frá miðaldargrikskum "εἰς τὴν Πόλιν" (framborið [is tim ˈbolin]), ið merkir "til býin". Hetta skal sipa til at hetta var einasti stórbýur í økinum. Norðbúgvar kallaðu býin Miklagarð. Konstantinopel varð hertikin í tí 4 krossferðini í 1204 og til endans hertikin av osmanskum turkum í 1453 og av teimum gjørdur til høvuðsstað í osmanska ríkinum. Ólafur Ragnar Grímsson. Doktor Ólafur Ragnar Grímsson'", føddur 14. mai 1943 í Ísafirði í Íslandi, er íslendskur politikari og fyrrverandi forseti Íslands. Hann varð valdur í 1996-2016, og hevur metið sum tann forsetin í Íslandi, ið hevur vunnið flest forsetaval, og verið longst virkandi forseti. Lívsleið. Ólafur er føddur í Ísafirði í 1943, sonur ein hárskera og eina heimagangandi húsmóðir. Í 1974 giftist hann Guðrún Katrín Þorbergsdóttir, og eitt ár seinni fingu tey tvíburadøtur. Døtur teirra eita Guðrún Tinna og Svanhildur Dalla. Kona Ólafs doyði av leukemi í 1998. Hon var sera væl dámd, og tjóðarsorg var tá tíðindi um deyða hennara bórust. Á 60 ára føðingardegi sínum í 2003, giftist Ólavur Dorrit Moussaieff, sum var ísraelsk, men hevði búð stóran part av lívi sínum í Englandi. Hon fekk íslenskan ríkisborgaraskap í 2006. Dorrit er kend fyri at hava sagt, í beinleiðis sending, í íslenska kringvarpinum: "Ísland er ekki lítið land. Ísland er stórasta land í heimi", á føroyskum, "Ísland er ikki eitt lítið land, men heimsins "stórasta" land". Ein málvilla sum íslendingar javnan endurtaka í vinarligum skemti sín ímillum. Lívsleið innan politikk. Ólafur sat í stjórn íslenska Framsóknarflokksins frá 1967 - 1974, men sleit seg burtur frá flokkinum í 1974, og fór upp í flokkin Samtök frjálslyndra og vinstri manna. Har var umboð til flokkurin gavst í 1976. Frá 1977 - 1996 umboðaði Ólafur flokkin Alþýðubandalagið, millum annað sum fíggjamálaráðharri frá 1988 - 1991, og í 1996 varð hann valdur til forseta fyri fyrstu ferð. Forseti Íslands. Ólafur er fyrsti forseti í søgu Íslands, sum hevur noktað at skrivað undir og góðkent lógir sum altingið hevur lagt fram fyri hann. Hetta hendi í 2004. Um so kemur fyri, at ein forseti noktar, skal, eftir lógini, ein fólkaatkvøða setast í verk, men tað hendi ikki, tá altingið tók lógaruppskotið aftur áðrenn fólkaatkvøðan skuldi setast í verk. Íslenska tjóðin fanst hvassliga at forsetanum í 2008, aftaná stuðul hansara við íslenskar fyritøkur á alheimsmarkaðinum, og samband hansara og vinskap við teir ríku handilsmennirnar, ið vórðu orsøk til fíggjarkreppuna. Noktan av miðla lógaruppskotinum í 2004. Ólafur noktaði at skriva undir lógaruppskot um tingstýrt eftirlit við teimum íslensku fjølmiðlunum. Lógaruppskotið var tikið aftur áðrenn tað kom til fólkaatkvøðu. Ein onnur líknandi lóg varð tó góðtikin í 2011. Hjartaskurðviðgerð í 2008. Í oktober 2008, varð forsetin lagdur undir hjartaskurðviðgerð. Tjóðin frætti ikki um skurðviðgerðina fyrr enn nakrar dagar seinni. Í fráveru forsetans, hevur forsetismálaráðharrin vald hansara sambært lógum Íslands. Fundur við sendiharrar í Norðurlondum 2008. Í november 2008, varð hildin fundur millum forsetan og sendiharrar í Norðurlondum. Sæmbart skrivi, sum lak til fjølmiðlarnar, var forsetin sera hart orðaður, og fanst at Norðurlondunum fyri ikki at hava hjálpt Íslandi í fíggjakreppuni. Geir H. Haarde biður um lov til at siga upp starvi. Geir H. Haarde, táverandi forsetismálaráðharri, bað um loyvi, í januar 2009, til at siga seg úr starvi, vegna atfinningar tjóðarinnar, um leiðslu hansara í fíggjarkreppuni. Forsetin játtaði, og virkaði Jóhanna Sigurðardóttir sum forsetismálaráðharri, til næsta val sum var 26. apríl sama ár. Miðlaatfinningar. Í nýggjárstalu síni í 2012, boðaði Ólafur frá at hann ikki stillaði upp aftur til forsetaval sama ár, men ætlaði at venda sær til onnur størv. Hann noktaði at geva meira innlit í avgerð sína tá miðlarnir spurdu. Íslenska tjóðin byrjaði undirskriftasamling, til at heita á forsetan at stilla uppaftur, og savnaðurst 30.000 undirskriftir. Á fjølmiðlafundi í endanum á februar, segðist Ólafur umhugsa at stilla upp, og boðaði endanliga frá at hann stillaði upp í mars mánaði 2012. Ólafur vann forsetavalið við 52% av atkvøðunum, og varð fyrsti forseti Íslands at sita 5 skeið sum forseti. Eingin forseti í Íslandi hevur sitið meira enn 4 skeið. Eiksund. Eiksund er ein bygd í Ulstein kommunu í Møre og Romsdal í Noregi. Bygdin hevur 316 íbúgvar (2014). Postnummar: 6068. Eiksund var partur av Herøy kommunu 1889-1964. Yvirgangsálopið móti einum skúla í Peshawar í 2014. Kort yvir økið, har ið yvirgangsálopið fór fram Yvirgangsálopið móti einum skúla í Peshawar í 2014 var eitt yvirgangsálop ið fór fram í Pakistanska býnum Peshawar hin 16. desember 2014, har ið sjey vápnaðir menn, ið vóru limir í Tehreek-e-Taliban Pakistan lupu á ein almennan skúla, ið var rikin av pakistanska herinum. Álopið verður sagt at vera tað ræðuligasta yvirgangsálopið ið nakrantíð er framt í Pakistan. Sagt verður, at 145 fólk doyðu, av hesum vóru 132 børn í aldinum 8 til 18 ár, restin vóru starvsfólk í skúlanum. Í minsta lagi 450 fólk vóru særd og nógv vóru løgd inn á sjúkrahúsini í býnum. Meira enn 950 næmingar, lesandi og starvsfólk vóru bjargaði út úr skúlanum av herinum, meðan og eftir at álopið endaði, eftir at allir sjey yvirgangsmenninir lótu lív tíðliga um kvøldið. Ingvar Kamprad. Feodor Ingvar Kamprad, (føddur 30. mars 1926, † 27. januar 2018) var ein svenskur handilsmaður og stovnari av møblafyritøkuni IKEA. Lívsleið. Ingvar var føddur í Pjätteryd, sum nú er partur av Älmhults kommunu í Svøríki. Hann vaks upp á einum bóndagarði, ið kallaðist Elmtaryd, tætt við bygdina Agunnaryd í Lyngby kommunu í landspartinum Småland. Abbi hansara var frá Týsklandi, men flutti við familju síni til Svøríkis. Ingvar búði í Epalinges í Sveis frá 1976 til 2014. Eftir eina samrøðu hann hevði við TSR, sum er fransktmælta kringvarpið í Sveis, kom fram, at hann koyrdi ein Volvo 240 frá 1993, fleyg einans á "economy class, "eggjaði altíð starvsfólkum IKEA at skriva báðu megin á pappírørkum. Hann endurnýtti tebrøv, og tók við sær salt og piparørk, tá hann vitjaði á matstovum. Eisini varð sagt, at Ingvar vitjaði IKEA handlar fyri at fáa eina "bíliga máltíð", og at hann keypti jólagávur sínar á eftir-jólaútsølum fyri at spara pening. Ingvar segði í bók síni "Testement of a Furniture Dealer" at ""Tað er ikki av fíggjarligum orsøkum, at vit royna at sleppa undan luksus hotellum. Vit hava ikki brúk fyri fínum bilum, árinsmiklum titlum, búnum, ella øðrum status symbolum. Vit líta á styrki okkara og vilja!"" Ingvar átti eina villa í Sveis, eini stór bygdasethús í Svøríki og ein víngarð í Fraklandi. Meðan Ingvar arbeiddi saman við møblasnikkarum í Póllandi tíðliga á starvsleið síni, bleiv hann alkoholikari. Í 2004 segði hann, at rúsdrekkamisnýstla hansara var undir kontroll. Seinna kona Ingvars, Margaretha Kamprad-Stennert, doyði av ókendari sjúku í 2011. Í juni 2013 segði Ingvar frá, at hann hevði ætlanir um at flyta aftur til Småland í Svøríki seinni sama ár. Tilknýti til fasistarnar. Í 1994 komu persónlig brøv, sum vóru ogn hjá svenska fasista aktivistinum Per Engdal, fram í ljósið. Brøvini vórðu almannakunngjørd eftir deyða hansara, og vístu at Ingvar Kamprad hevði meldað seg inn í fasiststuðlandi flokkin "Nysvenska Rörelsen," ella "New Swedish Movement "á enskum," í 1942 tá Ingvar var 16 ára gamal. Ingvar hevði samlað pening til flokkin og hjálpt til at skaffa nýggjar limir so seint sum í september 1945. Nær Ingvar fór frá flokkinum er óvist, men hildið verður, at Ingvar og Per Engdal hildu fram við vinskapi teirra fram til fyrst í 1950-árunum. Ingvar nýtti tveir kapittlar av bók síni "Leading By Design: The IKEA Story" og í einum brævi til IKEA starvsfólk í 1994, at greiða frá tí, sum hann sjálvur helt vera "størsta mistak í sínum lívi" Ingvar greiddi frá, at hann var sterkt ávirkaður politisk av pápa sínum og týsku ommu síni í unglingaárunum. Í 2011 greiddi tíðindakvinnan Elisabeth Åsbrink frá, at svenska trygdareftirlitið hevði eina fílu við navni Ingvars, markerað "Nazi", longu í 1943. Elisabeth greiddi frá, at í eini samtalu í 2010, hevði Ingvar sagt soleiðis: "Per Engdahl var ein stórur maður, og tað haldi eg við so leingi eg livi. Starvsleið. Ingvar fekk sum ungur áhuga í handilsvirksemi. Tá hann var ungur drongur, plagdi hann at selja svávulpinnar á súkklu síni til grannar sínar. Hann fann útav, at hann kundi keypa eskjur við svávulpinnum í buntum bíliga í Stockholm, og selja tær hvør sær fyri lítlan penga, men alíkavæl fáa eitt fitt yvirskot. Frá svávulpinnum fór hann at selja fisk, seinni jólaprýði, fræ, og uppaftur seinni kúlupennar. Tá Ingvar var 17 ára gamal fekk hann peningagávu frá pápa sínum, afturfyri eitt gott avrik í lesnaði hansara. Nakað av hesum peningi fór til at stovna møblafyritøkuna IKEA. IKEA varð stovnað í 1943 við køksborðið hjá mammu- ella pápabeiggja hansara Ernst. Fyritøkan arbeiddi fyri tað mesta ígjøgnum post-ordrar. Navnið IKEA kemur frá fyrstu bókstavunum í navni og eftirnavni Ingvars (Ingvar Kamprad) og fyrsta bókstav í bóndagarðinum hann vaks upp á (Elmtaryd). Síðsti bókstavurin kemur frá nærliggjandi bygdini Agynnaryd. Hann opnaði sín fyrsta IKEA handil í 1965, men var so óheppin at vindur tók í neon skiltið við IKEA búmerkinum, sum hevði tað við sær, at tað fall niður og setti eld í handilsbygningin, sum brann í grund. Í juni 2013 fór Ingvar úr stjórnini í IKEA Holding SA, og yngsti sonur hansara Mathias Kamprad tók yvir við Per Ludvigson sum nevndarformanni í fyritøkuni. Sum svar uppá avgerð sína um at siga upp størvum segði 87 ára gamli Ingvar soleiðis:"Eg síggi hetta sum eina góða tíð til at fara úr nevndini í IKEA Group. Í hesum sambandi eru vit eisini í ferð við at fara í gjøgnum eitt ættarliðsskifti, sum hevur staðið á í nøkur ár." Mathias og tveir eldri beiggjar hansara, sum eisini hava leiðarastørv í IKEA, arbeiða við hugsjón fyritøkunar, og langtíðarstarvsætlan. Heimsins ríkastu fólk. Bill Gates er heimsins ríkasti persónur í 2014. Listi yvir heimsins ríkastu fólk, seinast dagført í 2014. Tíðarskeiðið 1995 til 2007 var stovnarin av Microsoft, Bill Gates, heimsins ríkasti persónur. Í Føroyum var fyri fyrstu ferð milliardingar skrásettir í september 2014, tá ið Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, og mamma hansara, Oddvør Jacobsen, áttu partabrøv, sum tilsamans vóru verd meira enn 1,1 milliard krónur. Thorbjørn Egner. Torbjørn Egner (føddur 12. desember 1912, og deyður 24. desember 1990)er ein norskur rithøvundur, tónaskald og myndprýðari (illustrator). Hann er serliga kendur sum barnabókarithøvundur, og hevur millum annað skrivað bøkurnar um "Karius og Baktus" (1949), "Klatremus og de andre dyrene i Hakkebakkeskogen" (1953) og "Folk og røvere i Kardemomme by" (1955), sum allar eru umsettar til føroyskt. Bøkur hansara eru seldar í stórum tali runt um í heimunum, og umsett til fleiri mál. Thorbjørn Egner doyði av hjartaslag, jólaftan 1990. Í djóragarðinum í Kristiandsand í Noregi, varð Kardamummubýurin bygdur í fullum skala og opnaður í 1991. Í 2015 opnar Valbakkaskógurin í sama garði. Árini 1912 - 1930. Thorbjørn er føddur sum tann yngsti av trimum systkinum, í eina keypmannsfamilju, í býarpartinum Kampen, í Oslo í 1912. Hann var 12 og 14 ár yngri enn eldru systkyni síni. Pápin, Magnus Egner, hevði ein kolonial handil, og hevði bakgrunn í landbrúki. Mamman Anna var frá býnum Frogn. Familjan var sera musikølsk. Pápin og beiggjin spældu violin, Thorbjørn og systir hansara spældu klaver, og øll sungu tey. Thorbjørn plagdi at fara út í gøtuna, saman við vinum sínum og starta gøtuorkestur, við floytu, trummum, horni, og sjálvur spældi hann banjo. Sumrini nýtti Thorbjørn javnan hjá fastir síni Louisu, og familju hennara á einum garði í Sørum. Minningarnar frá barndóminum, bæði frá Kampen og frá Sørum, hava givið sín dám á skriv hansara seinni í lívinum. Út á arbeiðsmarknaðin 1930 - 1940. 15 ára gamal fekk Thorbjørn, í august 1928, eitt skrivstovu arbeiði sum hjálpari í fyritøkuni "A. Nilson & Co, Coal Agents". Samstundis gekk hann á kvøldskúla í "Oslo kommunale handelsskole, "og fekk hann í handilsprógv frá tí skúlanum í 1930. Í Handilskúlanum møtti hann javngomlu Annie Eliasen, sum hann giftist í 1937. Í 1930 skifti hann starv, og fekk starv sum lýsingarteknari, í tí sambandi las hann eisini á einum lýsingarskúla í eitt tíðarskeið. Hann gavst í lýsingar lýsingarvinnuni í 1940, fyri at halda seg til at skriva bøkur. Tá var elsti sonur hansara, Bjørn, hálvtannað ára gamal, og næsta barn á veg. Barnabókaskrivini 1938 - 1955. Frá heystinum 1939 hevði Thorbjørn eina fasta síðu, við figurunum "Truls og Kari" í vikublaðnum "Illustrert Familieblad." Undir seinna veraldarbardaga skrivaði og myndprýddi hann bøkur til vaksin. Í 1946 fekk Thorbjørn starv hjá NRK, tí norska kringvarpinum, har hann kvøddi, las og fortaldi søgur. Fra februar til apríl í 1949 var Thorbjørn á lestrarferð í Fés, í Marokko. Upplivingar frá tí ferðini vórðu endurgivnar í jólaheftinum "Juleglede 1949, "og varð seinni, eftir eitt sindur av umskriving, grundarlagið fyri Kardamummubýin. Thorbjørn skrivaði flest síni kendu verk í millum 1940 og 1955, og nýtti tíðina eftir tað, til at endurútgeva og víðari útvikla verk síni. Eitt dømi um hetta, er at um ein bók nú skuldi á pall og setast upp sum sjónleikur, so kundi hann finna uppá ikki bara at skriva leikritið, men skriva nakar sangir sum passaðu til leikin. 1950 - 1990. Í 1950-árunum vóru fleiri av verkum Thorbjørns á palli. "Karius og Baktus "sum dukkusjónleikur í 1955. Kardamummubýurin á Nationalteatrinum í 1956, og Klatrimús og Valbakkaskógurin í Oslo Nye Teater og Riksteatret i 1959 – 1960, og Tjóðleikhúsinum í Reykjavík, og Det ny Teater í Keypmannahavn í 1962. Leikritið var sera væl mótikið í fleiri londum, og ein uppteljing frá 1972 vísti at Kardamummubýurin hevði verið á palli í 14 londum. Klintrimús og Valbakkaskógurin í 8 londum. Í 1987 var Thorbjørn við til at planleggja bygging av kardamummubýnum í djóragarðinum í Kristiansand. Tíverri náddi hann aldrin at síggja úrslitið, tí hann varð knappliga sjúkur og doyði jólaftan 1990. Útvortis leinkjur. Thorbjørn Egner á norsku Wikipedia Tim Scott. Timothy Eugene "Tim" Scott (føddur 19. september 1965) er senatorur úr Suðurcarolina. Hann var limur í Umboðsmannatinginum í Suðurcarolina frá 2009 til 2011 og var kongresslimur í Washington, D.C. fyri Suðurdakota árini 2011–2013. Dreymurin um tað reyða rúmið. Málningur ið myndar eina hending úr skaldsøguni, málað av Xu Baozhuan (fødd 1810). "Dreymurin um tað reyða rúmið" (kinesiskt: 红楼梦; pinyin: "Hóng Lóu Mèng", Wade-Giles: "Hung Lou Meng") (kann eisini týðast sum "Ein dreymur um reyðar bygningar") er ein klassisk kinesisk skaldsøga frá Qing-veldinum. Bókin verður eisini nevnd "Søgan hjá steininum" (石头记, "Shítóu Jì"). Skaldsøgan sigst vera lutvíst sjálvævisøga og greiðir frá um ættina hjá rithøvundinum Cao Xueqin, um hennara stórheit og fall. Skaldsøgan fevnir um 120 kapitlar. Hildið verður, at tað er eru teir fyrstu 80 kapitlarnir, ið eru skrivaðir av Cao Xueqin, meðan teir seinastu 40 vóru skrivaðir av Gao E. Skaldsøgan snýr seg um yvir 350 persónar – sera gjøllar frágreiðingar eru um summi av hesum, og skaldsøgan fer niður í smálutir, soleiðis at lesarin fær eitt innlit í stórheit og fall hjá einari kinverskari aristokratiskari familju. Ein av høvuðspersónum er aðalsonurin Jia Boayu (賈寶玉 / 贾宝玉), sum sæð útifrá livir eitt sorgleyst lív, sjálvt tá ið hann í veruleikanum er tunglyntur, og sum til seinast trekkir seg aftur frá hesi verð og gerst munkur. Høvuðshandlingin fevnir serliga um hetjuna í skaldsøguni og hansara systir- ella bróðurdøtur Lin Daiyu (林黛玉 "Bláur gimsteinum") og Xue Baochai (薛寶釵 / 薛宝钗). Lili Elbe. Lili Elbe, fødd 28. desember 1882 og deyð 13. september 1931, var ein danskur kynskiftingur, og tann fyrsta í heiminum at fara undir slíka viðgerð. Lili var fødd í Jútlandi í Danmark sum Einar Mogens Wegener og var vælumtóktur listmálari undir tí navninum. Tá hon plagdi at skifta til sína kvinnuligu mynd, nevndi hon seg Lili, onkuntíð stavað Lily, og var umtalað sum systir Einars. Eftir kynskiftis skurðviðgerðina, skifti hon tó lógliliga navn til Lili, og gavst at mála. Føðiár Lili er onkuntíð sagt at vera 1886. Hetta kemur fram í eini bók, sum skrivað var um hana, har nøkur ting vórðu broytt frá veruleikanum, til at verja um persónarnar í bókini. Lív Gerdu Gottlieb, vísir klárliga at føðiár Lili er 1882, tá tey vórðu gift í 1904. Hjúnarband og modell starv. Lili møtti Gerdu Gottlieb á "Det Kongelige Danske Kunstakademi" í Keypmannahavn, nú "Det Kongelige Danske Kunstakademis Skoler for Arkitektur, Design og Konservering", og tey vórðu gift í 1904, tá Lili var 22 ár og Gerda 19 ár. Tær arbeiddu báðar sum myndprýðarir. Lili við serkunnleika í landskaps málningaverkum, og gerda sum myndprýðari av bókum og bløðum. Tær ferðaðust báðar í gjøgnum Italia og Frakland, og búsettust í París í 1912, har Lili kundi liva opið sum kvinna, og Gerda sum ein opin samkynd kvinna. Lili fekk Neuhausens virðislønina í 1907 og hevði eina myndaframsýning á Kunstnernes Efterårsudstilling, Vejle Kunstmuseeum, og í Salon d'Automme í París. Verk eftir Lili eru enn at síggja á Vejle Kunstmuseeum. Lili byrjaði at ganga í konufólka klæðum, tá hon stóð og skuldi latast vera ein kendur sjónleikari, á eini mynd hjá Gerdu. Unga kvinnan sum upprunaliga skuldi standa modell, varð hindrað av eini teatur upptøkuroynd. Hon legði til at Lili legði bein til, tí hon hevði hóast alt minst líka vøkur bein sum sjónleikarakvinnan. Lili føldi seg væl í hesum klæðum. Gerda kom seinni at verða sera kend fyri málningar hennara av kvinnum, við mandluformaðum eygum, og ílatnar eftir móta táverandi tíðar. Í umleið 1913 kvakk almenninginurin við, tá tey hoyrdu, at kvinnan sum hevði givið innblástur til hasi vakru kvinnumálningar, faktist var ein maður (Lili) og ikki ein kvinna. Í 1920 og 1930-árunum, kom Lili regluliga fram sum ein kvinna. Framførdi á festivalum og undirhelt gestum heima við hús. Eitt sum henni dámdi sera væl, var at hvørva í mannatrongdu gøtum París tá býurin helt karnival. Bert nøkur fá tøtt vinfólk Lili og Gerdu vistu av kynskifti Lili, og fyri øðrum var Lili altíð søgd vera systir Einars tá hon var í konufólkaklæðum. Skurðviðgerðir og skilnaður frá Gerdu. Lili Elbe, málað av Gerdu Wegener Í 1930 fór Lili til Týsklands, í kynskiftis skurðviðgerð, sum tá í tíðini var á royndarstigi. Hon gekkst undir 5 skurðviðgerðir yvir 2 ára tíðarskeið. Fyrsta skurðviðgerðin tók steinarnar, og fór skurðviðgerðin fram undir strangum eftirliti frá kynslívsfrøðinginum Magnus Hirschfeld frá Berlin. Næsta skurðviðgerðin tók limin, og insetti eggleiðarar ístaðin. Eggleiðararnir komu frá eini 26 ára gamlari kvinnu. Eggleiðararnir vórðu tó skjótt tiknir burtur aftur, í eini triðju og fjórðu skurðviðgerð, avtí at kroppur Lili góðtók ikki hetta ókenda gagnið og av nógvum eftirfylgjum. Skurðviðgerðir Lili vóru stór tíðindi bæði í Danmark og í Týsklandi, og skrivaðu dagbløðini óført um tær. Kong Christian tann tíggjundi, loysti upp hjúnarband Lili og Gerdu í oktober 1930, Lili fekk loyvi til at lógliga broyta navn og kyn, og fekk entá eitt pass sum Lili Elbe. Hon gavst at mála, tí hon helt tað vera nakað sum hoyrdi Einari og fortíðini til. Eftir skilnaðin frá Gerdu, trúlovaðist Lili einum ókendum manni, sum hon hevði ætlanir um at giftast, so skjótt hon lívfrøðiliga kundi gerðast við barn. Fimta skurðviðgerðin, sum var í 1931, skuldi innseta lívmóðir, og uppfylla stóra dreym Lili, sum nærkaðist 50, um at blíva mamma. Hon doyði stutt aftaná eftir at kroppurin avnoktaði lívmóðurina. Lilli er jarðað í Dresden í Týsklandi. Gerda giftist einum italienskum herovasta, flogmanni og diplomat, sum kallaðist Major Fernando "Nando" Porta. Tey búsettust í Marokko, og tað var har hon frætti av deyða Lili, sum hon lýsti, fyri einum vini, sum "mín stakkals Lily". Eftir at hava búð í nøkur ár í Marrakech og Casablanca, skildust Porta hjúnini og Gerda flutti aftur til Danmarkar, har hon doyði í 1940. Gary Coleman. Gary Wayne Coleman (8. februar 1968 – 28. mai 2010) var ein amerikanskur sjónleikari, ið var kendur fyri sín leiklut sum Arnold Jackson í "Diff'rent Strokes". Seinni spældi hann við í sjónvarpsrøðunum "The Jeffersons" og "Good Times". Hann hevur eisini spælt við í sjónvarpsrøðum sum "The Ben Stiller Show", "The Fresh Prince of Bel-Air" (danskt heiti: "Rap fyr i L.A."), "The Wayans Bros.", og "The Simpsons". Eftir at hava vunnið nógvan pening sum barn fekk hann stórir fíggjarligir trupulleikar sum vaksin. Sjúka og deyði. Hann kempaði í nógv ár við nýrasjúku, ið gjørdi at hann bert bleiv 142 cm høgur. Hann doyði 28. mai 2010 af heilabløðing. Kofi Annan. Kofi Atta Annan (føddur 8. apríl 1938, deyður 18. august 2018 á Bern, Sveis) var ein ghanesiskur diplomatur ið starvaðist sum aðalskrivari hjá Sameindum Tjóðum frá januar 1997 til desember 2006. Annan og ST fingu Friðarheiðursløn Nobels í 2001 fyri teirra arbeiði við at gera heimin til eitt betri og meira skipað stað. Hann er formaður fyri The Elders, ið er ein felagsskapur ið Nelson Mandela stovnaði. Kofi Annan, sum í tvær setur, frá 1997 til 2006, røktaði sessin sum aðalskrivari í ST doyði 18. august 2018 á einum sjúkrahúsi í Sveis, 80 ára gamal. Annan var tann fyrsti myrki afrikanarin, sum var aðalskrivari í ST. Í 2001 varð Nobel friðarheiðurslønin deild ímillum Kofi Annan og ST. Kofi Annan fekk heiðurslønina fyri at hava kveikt ST og arbeitt fyri mannarættindum. Í grundgevingunum varð eisini nevnt, at hann hevði lagt serliga orku í at arbeiða fyri at steðga HIV-smittuni í Afrika og at hann hevði arbeitt ímóti altjóða yvirgangi. Eftir at Kofi Annan fór frá sum ST-aðalskrivari, stovnaði hann Kofi Annan Stovnin, sum arbeiddi fyri altjóða menning. Hann var eisini valdur av ST at leiða teirra arbeiði fyri at steðga krígginum í Sýria. Kofi Annan, sum upprunaliga var úr Ghana, búði síni síðstu ár í Sveis saman við konuni. Christoffer von Gabel. Christoffer von Gabel (føddur 6. januar 1617 í Glückstadt, doyði 13. oktober 1673) var ein danskur embætismaður og vinnulívsmaður, sum í eitt tíðarskeið hevði einarætt til at reka handilsvirksemi í Føroyum. Undir Fríðriki III hevði hann stórt vald í Danmark. Hann var elsti sonur keypmannin Waldemar Gabel og Annu von Horn. Hann var faðir Frederik Gabel, ið gjørdist embætismaður í Noregi. Tá ið foreldur hansara doyðu í 1641, arvaði hann rættindini at virka sum handilmaður eftir faðir sín. Fyrstu ferð, hann verður nevndur í skrivligum keldum, er í 1639, tá ið hann var í tænastu hjá Frederik av Danmark, ið seinni gjørdist kongur, men tá var erkibiskupur í Bremen. Hann fylgdi Frederik til Keypmannahavnar, tá ið hesin gjørdist Frederk III kongur av Danmark. Gabel gjørdist tá skrivari hjá nýggja konginum. Tá ið Karl 10. Gustav av Svøríki aftur byrjaði eitt kríggj, fór Gabel eftir egnum initiativi úr Hamburg til Holland fyri at fáa hollendska handilflotan at hjálpa dønum. Tá ið flotin fór til Keypmannahavnar, var Gabel sjálvur við. Undir 1660 ára ríkisdegnum var hann danska kongsins umboðsmaður í forhandlingum við biskup Hans Svane og borgarstjóran Hans Nansen og spældi harvið ein týðandi leiklut, tá ið einaveldi varð innført. Sum løn gjørdist hann rentumeistari og assessor i Statskollegiunum og í Hægsta dómstólinum. Hann luttók eitt nú í 1661 í undirhandlingum við Corfitz Ulfeldt og Kai Lykke, sum hann tvingaði til at rinda stórar bøtur. Í 1664 gjørdist hann aðalmaður og gjørdist geheimaráð og stathaldari í Keypmannahavn. Alla tað tíð ið Frederik III var kongur, hevði Gabel stórt vald og fekk stýr á danska búskapin. So skjótt sum kong Frederk var deyður í 1670 var Christoffer von Gabel uppsagdur og mist alt sítt vald uttan ræðið yvir Føroyar. Christoffer von Gabel varð móti endanum av Tredivuárakrígnum útnevndur til kongaligan proviantmeistara við tað Brandenburgska Hoffið. Hann var giftur við Ermegaard Badenhaupt, dóttir rentumeistaran í bispadøminum Verden. Tey fingu fleiri børn saman, eitt nú Frederik Gabel í 1645, ið frá 1673 var amtmaður yvir Føroyum og frá 1689 var amtmaður yvir Sorø og Ringsted. Í 1699 gjørdist hann varastathaldari í Noregi, beint eftir at Frederik IV var blivin kongur. Harvið vóru stiftamtmansskapið yvir Akershus Stift og guvernørsessurin í Føroyum tvinnaði saman. Frederik Gabel doyði 21. juni 1708 í Keypmannahavn og hevði tá stóra skuld, tí hann brúkti meira enn inntøkurnar vóru til. Gablatíðin í Føroyum er í søgu Føroya kend sum ein hørð tíð, ið vardi frá 1662–1709. Hank Williams. Hiram King "Hank" Williams, Sr. (betri kendur sum Hank Williams, føddur 17. september 1923 í Alabama, deyður 1. januar 1953 í West Virginia) var ein amerikanskur countrysangari og sangskrivari. Hann verður mettur at vera ein av teimum týdningarmiklastu og ein av teimum ið hava havt størstu ávirkanina á aðrir tónleikarar í 20. øld. Williams upptók 35 stakløg (fimm útgivin eftir deyða hansara) sum komu á Topp-10 bestseljaralistan hjá "Billboard" Country & Western Best Sellers chart, av hesum vóru 11 nummar eitt. Hann er ein av teimum týdningarmestu tónleikarunum innan tað slagi av country ið nevnist honky-tonk og nakrir av kendastu sangum hansara eru "Honky Tonk Blues", "Your Cheatin' Heart", "Hey, Good Lookin'", "Jambalaya (On the Bayou)" og "You Win Again" og "I'm So Lonesome I Could Cry". Hann er faðir Jett Williams og Hank Williams Jr. og abbi Hank Williams III. Lívsleið. Hank Williams, Audry Sheppard og Drifting Cowboys Hank Williams er av enskum-amerikonskum uppruna. Hann vaks upp í fátækradømi við einum pápa, ið var krígsveteranur frá 1. heimskríggi og orsakað av krígsskaðum ofta var innlagdur á sjúkrahúsi. Hansara tónlistarliga bakgrund var oldtime-tónleikurin og blues-tónleikurin hjá afroamerikanarunum, ið hann hoyrdi gøtutónleikarar framføra alla staðni. Tað sigst, at hann gjørdist góður vinur við ein av teimum, Rufus Payne, ið eisini nevndist Tee-Tot, og hvørs ávirkan hevur gjørt tónleikin hjá Hank nokk so blues kendan. Hann skrivaði ofta um ólukkuligan kærleika. Hank flutti til Montgomery, har hansara tónlistarliga lívsleið byrjaði í 1937, tá ið framleiðarar á WSFA útvarpsstøðini settu hann í starv sum vertur fyri einari 15-minuttir langari sending. Í 1938 stovnaði hann backup orkestrið Drifting Cowboys í 1938. Móðir hansara var manager hjá orkestrinum. 1940-árini. Tá ið USA gjørdist partur av 2. heimsbardaga, vóru teir flestu av limunum í Drifting Cowboys innkallaðir til herin. Sjálvur varð Hank vrakaður av heilsuligum ávum. Undir krígnum var tað trupult hjá Hank at finna tónleikarar at framføra við sær, og samstundis misti hann starvið á WSFA útvarpsstøðini orsakað av rúsdrekkatrupulleikum. Hann arbeiddi á einari skipasmiðju í Mobile, Alabama undir krígnum og spældi sín tónleik á barrum fyri hermonnum. Í 1943 møtti Hank Audrey Sheppard á einum "medicine show" í Banks, Alabama. Williams og Sheppard livdu saman og arbeiddu saman. Árið eftir vóru tey gift. Í 1945 byrjaði Hank aftur at arbeiða fyri WSFA, hann skrivaði sangir sum hann framførdi á útvarpsstøðini einaferð um vikuna. Audry Sheppard gjørdist hansara manager og av og á sang hon eisini duet við honum á konsertum. Hin 14. september 1946 var Hank Williams til upptøkuroynd á Grand Ole Opry, men fekk avslag. Eftir tað royndu hann og kona hansara at vekja áhugan hjá tí nýliga stovnaða plátufelagnum Acuff-Rose Music. Williams og Audry fóru til Fred Rose, ið var formaður fyri felagið. Audrey Williams spurdi Rose, um maður hennara kundi sleppa at syngja ein sang fyri honum júst tá, Rose var við uppá tað og honum dámdi tónleikastílin hjá Hank Williams. Rose gav Williams eina kontrakt til innspæling av seks sangum, ið Sterling Records skuldi útgeva. Hin 11. desember 1946, undir fyrstu upptøkunum, vóru hesir sangir upptiknir á plátu: "Wealth Won't Save Your Soul", "Calling You", "Never Again" og "When God Comes and Gathers His Jewels". Upptøkurnar "Never Again" og "Honky Tonkin'" gjørdist sera væl dámd og førdu til, at MGM Records fekk áhuga fyri Hank Williams. Williams skrivaði undir eina kontrakt við MGM Records í 1947 og útgav "Move It On Over", ið gjørdist eitt stórt country hitt. Sjúka og deyði. a> har Hank Williams liggur grivin. Hann hevði trupulleikar av pínu í rygginum, sum skyldaðist at hann varð føddur við ryggmergsbrokki, og var plágaður av rúsdrekkamisnýtslu og av heilivágsmisnýtslu, ið førdi til versnandi heilsu. Hann var fleiri ferðir til avvenjingar. Í 1952 var hann til avvenjing og skuldi síðan gera eitt comeback. Tann fyrsta konsertin skuldi eftir ætlan vera nýggjársaftan í Charleston, West Virginia, men orsakað av kavastormi í Nashville økinum, so var flúgving avlýst, og Hank mátti ístaðin koyra við bili til konsertirnar, men konsertin ið skuldi vera í Charlston varð avlýst. Hank leigaði Charles Carr til at koyra seg til tað næstu konsertina, ið skuldi vera nýggjársdag 1953 í Canton, Ohio. Á vegnum støðgaðu teir á einum motelli, har ið Carr ringdi eftir lækna till Hank. Læknin gav honum sproytur við B-12 vitamin og við morfini. Hank mátti berast út í bilin, tí hann hostaði so illa. Teir komu tó ikki vegin fram, tí á veg til konsertina fekk hann doyði í bilinum. Carr fann útav, at Hank Williams var deyður, tá ið hann støðgaði við eina bensinstøð í Oak Hill. Politiið fann tómar øldósir og eina hondskrivaða yrking í bilinum, har ið Hank hevði sitið. Líkskurðurin vísti, av høgra hjartakamar var gingið fyri og læknin fann bløðingar í hjartanum og hálsinum. Læknin, Dr. Ivan Malinin, ið framdi líkskurði skrivaði eisini, at Hank nýliga var blivin illa bukaður og sparkaður í skrevið. Líkið varð koyrt til Montgomery, Alabama, har hann varð lagdur í eina silvurkistu í heiminum hjá mammu hansara hin 2. januar, har hann varð vístur fram í tveir dagar. Mett verður, at umleið 15.000 til 20.000 gingu framvið kistu hansara. Hann varð jarðaður hin 4. januar 1953. Tónleikaútgávur (úrval). Stakløg (topp 20 á Billboard Hot Country Songs) Indonisiska AirAsia 8501 flogvanlukkan. Flogleiðin hjá flogfarinum og seinasta staðsetingin, tá ið seinasta sambandi var við flogkapteinin, teknað inn á veðurkortið fyri tað tíðina, ið flogfarið datt niður. AirAsia Indonesia flogfar QZ 8501, var eitt indonesiskt Airbus A320-flogfar, ið var bygt í 2008. Hin 28. desember 2014, ið var sunnudagur, hvarv tað á rutuni frá Surabaya í Indonesia til Singapore við 155 ferðafólkum og sjey starvsfólkum umborð. Hildið var, at tað var dottið niður í norðara parti av Javahavinum í Karimatasundinum millum oyggjarnar Java, Sumatra og Borneo. Týsdag seinnapart lokala tíð hin 30. desember 2014 vóru vraklutir av horvna flogfarinum og meira enn 40 lík funnin í Kirimatasundinum. Tað var staðfest, at talan var um vraklutir av AirAsia QZ 8501 flogfarinum. Flogfarið misti sambandið við flogleiðararnar í Jakarta kl. 0.17 lokala tíð (kl. 7.17 føroyska tíð) eftir at hava fingið noktandi svar uppá fyrispurning um at sleppa at flúgva hægri uppi orsakað av óveðri. Tætt flogferðsla var í økinum júst tá, seks onnur flogfør vóru á leiðini, tí var svarið noktandi. Flogskiparin spurdi eisini, um hann kundi snara til vinstru, tað slapp hann heldur ikki. Ferðafólk og manning. AirAsia almannakunngjørdi tjóðskapin hjá teimum 162 ferðafólkunum og manningini á flogfarinum, sum taldi 144 vaksin fólk, 17 børn og eitt pinkubarn. Kabinustarvsfólkini vóru fýra flogternur. Harumframt hevði AirAsia ein maskinmeistara sum við sum partur av flogmanskapinum umborð. Norman Atlantic. MS "Norman Atlantic" er ein roll-on/roll-off (ROPAX) ferðamannaskip, ið italska reiðaríið Visemar di Navigazione eigur, og sum í 2014 var útleigað til grikska reiðaríið ANEK Lines. Hin 28. desember 2014 kom eldur í ferjuna, meðan hon sigldi rutusigling frá grikska havnabýnum Patras til Ancona í Italia, við støðgi í grikska býnum Igumenitsa. Eldur kom í, stutt eftir fráferð úr Igumenitsa, tá ið skipið var komið í Otrantosundið í Adriatarhavinum. Í minsta lagi ttrettan fólk hava mist lívið, harav vóru 11 umborð, tá ið eldurin kyknaði, og tveir albanskir menn doyðu tann 30. desember, meðan teir vóru til arbeiðis umborð á einum sleipibáti, ið skuldi sleipa ferjuna til lands. Ein veirur brast og varð slongdur á menninir, ið doyðu. 427 fólk vóru bjargaði í lívi av brennandi ferjuni. Tá ið vanlukkan hendi var Norman Atlantic var 44 sjómíl (81 km) í ein útnyrðing av griksku oynni Korfu, 33 sjómíl (61 km) í ein útnyrðing av griksku oynni Othonoi. Við ferjuni vóru 222 akfør, 411 ferðafólk og manningin taldi 55 (22 italiufólk, 33 grikkar). Fólkini umborð flýddu upp á dekkini ovast á skipinum, tað var tað einasta staðið ið tey kundu vera, tí eldur var í restini av skipinum. Regnið oysti niður, tað var nógvur vindur og høg alda, so fólkini gjørdust vát og køld, men samstundis gjørdi eldurin, at dekkið var brennandi heitt at standa á, og skógvarnir hjá fleiri teirra smeltaðu av hitanum, søgdu fleiri við sjónvarpsrásir og aðrir tíðindamiðlar. Grikkar, italiumenn og albanar gjørdu alt ið tey kundu fyri at bjarga fólkunum umborð á Norman Atlantic, men tað var sera torført orsakað av ringa veðrinum. Umleið 150 sluppu í bjargingarbátar, men restin av fólkunum stóðu á dekkinum í umleið eitt døgn og summi stóðu har í meira enn eitt døgn, áðrenn tað eydnaðist at bjarga tey. Ein og ein vóru tey hálaði upp í bjargingartyrlur, ið hildu fram við bjargingararbeiðnum alla náttina og allan mánadagin, til øll ið vóru á lívið vóru fingin av skipinum. Skiparin var tann seinasti ið fór av skipinum, tað var umleið 36 tímar eftir, at eldurin varð staðfestur. Italskir myndugleikar hava sett í verk eina kanning, um hví eldur kom í Norman Atlantic. Grikskir myndugleikar hava eisini sett eina kanning í verk. Tað er óvist, júst hvussu nógv ferðafólk vóru við umborð á Norman Atlantic. Fyrst varð sagt, at samanlagt vóru 478 fólk umborð, men samsvar er ikki millum listan yvir ferðafólk og tey bjargaðu, summi eru komin fyri tvær ferðir, og umleið 80 av teimum bjargaðu vóru als ikki á listanum sambært italskum myndugleikum, so tað ber ikki til neyvt at siga, um hvussu nógv fólk møguliga enn eru saknaði. Hildið verður, at umleið 40 fólk av listanum eru ikki komin aftur í aftur. Rick Moranis. Frederick Allan "Rick" Moranis, føddur 18. apríl 1953, er ein kanadiskur skemtari, sjónleikari og tvær ferðir tilnevndur Grammy tónleikari. Rick bleiv kendur umleið 1980 í skemtirøðini "Second City Television "og leikti seinni í fleiri Hollywood filmum sum "Strange Brew", "Ghostbusters", "Spaceballs", "Little Shop of Horrors", "Honey, I Shrunk the Kids" (og eftirfylgjaranar), "Little Giants", "Parenthood", "The Flintstones" og "My Blue Heaven". Rick Moranis gavst at innspæla filmar í 1997, men hevur sett rødd til nakrar teknifilmar síðani. Lívsleið. Rick Moranis var føddur í Toronto, Ontario í Kanada, inn í eina jødiska familju. Hann gekk í Sir Sanford Fleming Secondary School í Toronto. Hann gekk í fólkaskúla saman við Geddy Lee, forsangaranum í rokkbólkinum Rush. Starvsleið. Starvsleið Ricks sum undirhaldari byrjaði sum útvarps DJ mitt í 1970-árunum, har hann nýtti navnið "Rick Allan", á trimum útvarpstøðum í Toronto. Í 1980 varð hann yvirtalaður at leika í triðju røð av skemtirøðini "Second City Television" (SCTV) av vini sínum og rithøvundi av røðini, Dave Thomas. Tá var Rick tann einasti av leikarunum, sum ikki hevði staðið á einum palli fyrr. Rick kom at vera kendur fyrir hermingar sínar av millum øðrum Woody Allen, George Carlin og David Brinkley. Rick Moranis fekk sín fyrsta stóra leiklut í filminum "Strange Brew" frá 1983. Í 1989 fekk Rick hondavtrykkini hjá sær á gongugøtuna uttanfyri "The Great Movie Ride" í Walt Disney World í Florida, USA. Spælifilmar. Eftir "Strange Brew" spældi Rick í eini røð av filmum tey næstu 10 árini, har teir mest kendu munnu vera "Ghostbusters", "Spaceballs" og "Honey, I Shrunk the Kids" og teir tveir eftirfylgjararnir av tí filminum. Síðstu stóru filmarnir, Rick Moranis spældi í, vóru "The Flintstones" (1994) og tað stóra floppið "Big Bully" (1996). Í Flintstones var Rick næstan ikki til at kenna. Hann hevði ein ljósan parykk og brúkti aldrin tær stóru brillurnar, sum var eyðkenni hansara. Disney endaði "Honey, I shrunk" røðina í 1997 viðfilminum "Honey, We Shrunk Ourselves", sum varð útgivin beint á VHS band uttan sýningar í filmshúsum, har Rick var tann einasti uppunaligi sjónleikarin sum var eftir í røðini. Hann hevur eftir røðina arbeitt tvær ferðir afturat fyri Disney, hesu ferð sum raddaleikari fyri ein elg í filminum "Brother Bear" og eftirfylgjaranum, sum kom út stutt aftaná. Avgerðin um at gevast í filmsídnaðinum. Rick gavst almennt í filmsídnaðinum í 1997, seks ár aftaná at hann hevði mist konu sína, Ann, sum doyði av bróstkrabba í 1991. Hann greiddi seinni frá í eini samrøðu, at hann var farin so spakuliga at trekkja seg frá filmstilboðum í 1996 ella 1997. "Eg eri einligur pápi og føldi tað torført at ala upp børn míni, samstundis við allari ferðingini, sum fylgir filmsgerð. So eg tók mær ein lítlan steðg, sum so bleiv til ein eitt sindur longri steðg, og so gekk tað upp fyri mær at eg saknaði tað ikki so nógv" Onnur verk. Rick Moranis hevur tvær ferðir verið nomineraður til eina Grammy virðisløn. Tað var í 2006 við útgávuni "The Agoraphobic Cowboy." Hugh Hefner. Hugh Marston Hefner, føddur 9. apríl 1926, deyður 27. september 2017, var ein amerikanskur blaðútgevari og stovnari og stjóri av "Playboy Enterprises". Lívsleið. Hugh Hefner varð føddur í Chicago, Illinois í USA sum sonur til tveir lærarar. Mamma Hughs var av svenskum ættum og pápi hansara av týskum og enskum ættum. Undir seinna heimsbardaga arbeiddi hann sum blaðfólk fyri eitt herblað í tí amerikanska herinum frá 1944 - 1946. í 1949 fekk hann eina bachelor grad í sálarfrøði frá University of Illinois. Eftir at Playboy blaðið gjørdist kent, blev Hugh kendur fyri at vera eitt kvinnugull, og viðgekk í eini samrøðu í 2006 at nøkur ár kundi hann havt verið involveraður við ellevu +tav tólvm "Playmates", sum er navnið á damunum sum sita fyri naknar hvønn mánað á mittastu síðum Playboy. Í 1971 viðgekk Hugh at hava eksperimenterað við biseksualitet, og flutti frá Chicago til Los Angeles. Hugh fekk eitt minni hjartaslag í 1985, tá hann var 59 ára gamal. Eftir at hava endurskoðað lívstíl sín, gjørdi hann fleiri broytingar. Hann minkaði veruliga um vertskap sum vardu alla náttina, læt dóttir sína, Christie, reka Playboy veldið. Árið eftir giftist Hugh "Playmate of the Year "Kimberly Conrad. Tey fingu tveir synir í 1990 og 1991. Kimberly broytti tað villa Playboy setrið til eitt familju vinarligt heim fyri børn síni. Hugh og Kimberly vórðu sepereraði í 1998, og Kimberly flutti inn í húsið við síðunar av setrinum. Eftir hetta gekk Hugh saman við eini rúgvu av damum, og gekk entá einaferð saman við sjey damum í senn. Fleiri damur hava eisini búð á Playboy setrinum í gjøgnum árini. Hugh giftist Crystal Harris tann 31. desember 2012. Hugh var tá 86 ár og Crystal 26. Í 2012 boðaði Hugh frá at sonur hansara, Cooper, fór nokk at taka yvir frá honum sum andlit Playboy. Starvsleið. Hugh arbeiddi sum tekstahøvundur hjá blaðnum "Esquire" í 1952 men gavst tá hann ikki fekk lønarhækking uppá 5 dollarar. Hann seldi møblar sínar, til at kunna fáa eitt bankalán upp á 600 dollarar, og savnaði 8.000 dollarar frá íløgumonnum, har ímillum 1000 dollarar frá mammu síni. Í eini samrøðu við "E!I 2006 "segði Hugh, at tað tað var ikki tí hon endiliga trúði upp á verkið, men hon trúði uppá son sín, a hon játtaði honum peningin. Við peninginum stovnaði Hugh blaðið Playboy, sum upprunaliga skuldi eita "Stag Party". Fyrsta útgávan kom út í desember 1953, og hevði eina mynd, av einari naknari Marilyn Monroe, á mittastu síðunum, frá eini kalendara myndarøð hennara frá 1949. Blaðið seldist í meir enn 50.000 eintøkum. Hugh møtti aldrin Marilyn persónliga, men keypti eftir deyða hennara, gravstað við síðuna av henni, har hon liggur í Westwood Village Memorial Park Cemetery. Hugh hevur eina stjørnu á Hollywood walk of fame fyri sjónvarpsverk. Hann hevur lítlar leiklutir í fleiri filmum, har hann fyri tað mesta leikur seg sjálvan. Fleiri dokumentarir og bøkur eru eisini skrivaðar um lív hansara. Politikkur og góðgerðarsemi. Í 1978 hjálpti Hugh til at savna pening til at útskifta gamla Hollywoodskiltið. Hann skipaði fyri galla innsavning, og gav sjálvur 27.000 dollarar, sum var 1/9 av kostnaðinum, við at keypa bókstavin Y. "Sylvilagus palustris hefneri", eitt slag av haru sum er í vanda fyri útrýming, er nevnd eftir Hugh, sum takk fyri fíggjarligan stuðul hann gav. Hugh er ein dyggur stuðlari av at samkynd skullu hava rætt til at giftast. Hugh hevur eisini eina strangan rúsevnispolitikk í Playboy setrunum, har øll slík evnir eru strangliga bannað. Tað kemur møguliga av tí at fyrrverandi skrivari hansara, Bobbie Arnstein doyði í 1975, av eini rúsevnis yvirdosis, og eisini av rættarligu fylgjunum, sum Hugh kann fáa, um slík evnir verða funnin ella nýtt í ognum hansara. Astrid Andreasen. Astrid Jóhanna Andreasen (fødd 1948 í Vestmanna) er ein føroysk listakvinna, vísundaligur teknari og frímerkja-myndprýðari. Hon hevur serstakliga lagt seg eftir at tekna djór, serliga fiskar og onnur havdjór. Hon varð útbúgvin sum hondarbeiðslærarinna í 1968 frá Kerteminde Husflidsskole. Í 1982 fór hon á Aarhus Kunstakademi, og seinni hevur hon lært vísindaliga tekning á Jerlesborgskúlanum og á Tjernø Marinbiologiska Station í Svøríki. Astrid er ein fjøltáttað listakvinna. Hon hevur stóran part av sínum arbeiðslívi starvast innan lívfrøði, og hevur m.a. teknað eina ørgrynnu av teimum føroysku fiskunum, fuglunum, blómunum og tarunum. Verk hennara eru gjørd úr alskyns tilfari, líka frá silki til jarntráð. Eisini eru fleiri av verkunum bundin úr føroyskum tógvi við teimum eyðkendu føroysku bindingarmynstrunum. Astrid hevur í meira enn 20 ár starvast á Náttúrugripasavninum (nú Søvn Landsins) sum vísundaligur teknari. Í 2005 gjørdi Astrid, saman við dóttrini Katrin, altartalvuna í Vestmanna kirkju. Hon hevur eisini teknað nógv frímerki og jólamerki. Í 2010 kom ein bók út um Astrid Andreasen á donskum. Bókin eitur Fisken i dukkevognen, tað er Trine Rytter Andersen, ið hevur skrivað bókina. Í 2014 fekk hon heiðurin at myndprýða Kærleikskúluna. Josh Groban. Joshua Winslow "Josh" Groban, føddur 27. februar 1981, er ein amerikanskur sangari, tónaskald, tónleikaframleiðari og sjónleikari. Fyrstu fýra soloplátur hansara seldu allar multiplatinum, og var í 2007 nummar eitt sum best seljandi tónleikari í USA, við 22.3 milliónum plátum seldum. Í skrivandi stund (2015) hevur hann selt yvir 25 milliónir plátur uttanfyri USA. Josh las upprunaliga drama, men broytti meining og skifti til sang tá rødd hansara broyttist. Hann gekk í skúla í Los Angeles County High School for the Arts, sum er ein fríur almennur miðnámskúli á økinum hjá California State University, og har næmingarnir fá eina konservatorium líknandi útbúgving. í 1998 sendi sanglærari Josh sendi eitt band við honum syngjandi "All I Ask of You" frá sangleikinum "The Phantom of the Opera" til vin sín og tónleikaraframleiðara David Foster. David Foster ringdi til Josh, og bað hann at øva sangin "The Prayer" saman við Celine Dion, av tí at Andrea Bocelli sum skuldi syngja sangin var ov seinur, og kundi ikki møta fyrr enn seinni um kvøldið. Hetta var fyrir Grammy virðislønarhandanina 1998. Stutt eftir hetta var Josh gestur í talkshowi Rosie O'Donnell, og við sum eykaleikari í tveimur pørtum av sjónvarpsrøðini "Ally McBeal". Film og sjónvarpsleiklutir. Josh Groban hevur 6 ferðir verið gestur hjá Oprah Winfrey, eisini hevur hann verið gestur hjá "The Ellen DeGeneres Show", "Larry King Live", "The Rosie O'Donnell Show", "Tim & Eric Awesome Show, Great Job!", "The Tonight Show with Jay Leno", "20/20", "Today", Macy's Thanksgiving Day Parade, Super Bowl XXXVIII, and "Jimmy Kimmel Live".Hann hevur eisini fleiri ferðir verið gestavertur í morgunsendingini "Live with Regis and Kelly "ímillum 2006 og 2014. Josh spældi leiklutin sum Malcolm Wyatt, ein kórdrong, í tveimur partum í sjónvarpsrøðini "Ally McBeal" í 2001, og hann hevur verið gestaleikari í tveimur pørtum av sjónvarps sangrøðini "Glee" sum hannsjálvur. Josh hevur somuleiðis verið gestaleikari í tveimur pørtum av amerikonsku útgávuni av skemtirøðini "The Office, "sum beiggji ein av høvuðsleikarunum í 2011 og 2012. Josh hevur ein lítlan leiklut í skemtifilminum "Crazy, Stupid, Love. "(2011)" "sum ein løgfrøðingur og sjeikur ein av høvuðspersónunum. Summarið 2014 var Josh vertur í sangkappingini "Rising Star". Dómararnir í sendingini, sum líkjist "X-Factor" og "American Idol", vóru rapparin Ludacris, poppsongkvinnan Kesha og og countrysangarin Brad Paisley. Góðgerðarsemi. Josh groban hevur spælt i nógvum góðgerðartiltøkum millum annað VH1 Save the Music (2005), Tsunami Aid: A Concert of Hope (2005), Fifth Annual Adopt-A-Minefield concert (2005), 2nd Annual Grammy Jam (2005), Live 8 (2005), The Heart Foundation Gala (2005), og David Foster and Friends Charity Gala (2006). Hann sang eisini solo í lagnum "We Are The World 25 for Haiti "(2010)"." Hugtikin, eftir eina ferð saman við Nelson Mandela til Suður Afrika í 2004, setti Josh fondin "Josh Groban Foundation to help children in need through education, healthcare and the arts" "Nelson Mandela gjørdi eisini Josh til ein ambassadør í "Projekt 46664", sum var ein verkætlan, ið skuldi vísa heiminum fylgjurnar av HIV/AIDS í Afrika Í 2007 gav Josh Groban 150.000 dollarar til Charlotte-Mecklenburg Schools til at fíggja tónleika frálæru. Hvørji jól fer Josh eina handilsferð í við fondi sínum Toys-for-Tots, har hann keypir leikutoy í jólagávur til barnafamiljur, sum eru illa fyri fíggjarliga á jólum. Alt hetta er bert ein brotpartur av fondum, verkætlanum, og peningagávum, sum hann hevur verið settur í samband við. Hilmar Kass. Poul Martin Hilmar Kass (føddur 2. desember 1926 á Strondum) er ein fyrrverandi føroyskur lærari og politikari (Sjálvstýrisflokkurin). Hann varð útbúgvin stýrimaður í 1950, seinni sama ár tók hann eisini prógv sum skipari, og árið eftir í 1951 sum skipsførari. Seinni fór hann at lesa til lærara á Føroya Læraraskúla, hagani hann tók prógv í 1962. Kass hevur verið sjómaður og skipari og var lærari á Tórshavnar millum- og realskúla 1962–1963, á Føroya Studentaskúla 1963–1969, og á Føroya Sjómansskúla 1969–1994, har hann eisini var varaskúlastjóri 1973–1993 og skúlastjóri í fyrru helvt av 1994. Hann var sensor á Føroya Sjómansskúla 1966–1969. Hilmar Kass var nevndarlimur í Tryggingarsambandinum Føroyar 1982–1997 (formaður frá 1985), stýrislimur í stýrinum fyri Føroya Barnaheimi 1981–1984, styrislimur í Hvíldarheiminum Naina 1981–1984, og limur av Sjórættinum 1963–1969. Hilmar Kass var valdur inn á Føroya Løgting í Suðurstreymoy 1966–1988. Hann var formaður í Løgtingsins marknaðarnevnd, ið svarar til Løgtingsins uttanlandsnevnd, 1970–1974 og 1981–1988. Skansi Offshore. Skansi Offshore (fyrr Supply Service) er ein føroysk flutningsfyritøka, ið er heimahoyrandi í Tórshavn á Skansavegi 7. Talið av starvsfólkum á sjógvi og landi er 135. Fyritøkan arbeiðir innan fleiri øki, eitt nú at veita tænastur til altjóða oljufeløg sum t.d. Statoil, BP og BG. Fyritøkan arbeiðir í Norðsjónum og í Eysturafrika. Jóhan á Plógv Hansen. Jóhan á Plógv Hansen (føddur 1. mai 1994) er ein føroyskur hondbóltsleikari, ið spælir hondbólt í Danmark. Hann spælir fyri Skanderborg og danska U21 landsliðið. Jóhan hevur spælt hondbólt við Kyndli, síðani hann var 4 ára gamal. Men tá ið hann fylti 16 ár, flutti hann til Danmarkar fyri at spæla hondbólt á høgum støði. Jóhan var ein av teimum fáu dreingjunum, sum fekk pláss í SHEA - Skanderborg Håndbold Elite Akademi. SHEA er menningartilboð til úrmæling- ar innan hondbólt, sum hava evni til seinni at mennast til LIGA-spælarar, ella spælarar í bestu donsku deildini. Hann hevur eisini spælt fótbólt fyrr í Føroyum, áðrenn hann flutti til Danmarkar, hann hevur spælt á U17 landliðnum hjá Føroyum. Í 2012 spældi Jóhan við Føroyska landsliðnum í IHF/EHF Challenge Trophy. Eftir dystin móti Moldova varð Jóhan valdur til besta leikara í dystinum. "Han har et fysisk helt unikt talent og en springkraft, jeg ikke har set magen. Han leder tankerne hen på Luc Abalo (fransk landsholdsstjerne) i springstyrke og teknik, og det ser man ikke så tit på disse kanter, siger Skanderborg Håndbolds sportschef Jesper Koch til klubbens hjemmeside." Um mánaðarskiftið juli/august 2015 spældi Jóhan við í endaspælinum í HM í hondbólti fyri U21 lið hjá monnum í Brasil. Danmark kom í finaluna, men tapti 26-24 móti Fraklandi. Danmark vann sostatt silvur. Familja. Johan er uppvaksin í Havn. Hann er yngstur av 3 systkjum, og foreldrini eru Aibritt á Plógv úr Sandavági og Jákup Egholm Hansen úr Sørvági. Charlie Hebdo. Redaktiónin hjá Charlie Hedbo í Paris, 2006 Charlie Hebdo er eitt franskt keipublað (satiriskt viku-tíðarrit). Redaksjónin heldur til í Paris. Tey ið skriva og tekna fyri blaðið eru dulnevnd, men veruligu nøvn teirra eru tó vælkend. Hin 7. januar 2015 varð eitt álvarsamt yvirgangsálop framt móti Charlie Hebdo, har ið 12 fólk doyðu og 11 vóru særd. Millum tey myrðu vóru 3 kendir teknarar og ábyrgdarblaðstjórin á blaðnum. Søga. Tíðarritið varð fyrstu ferð stovnað í 1969, men datt niður fyri aftur í 1981 og lá stilt í til tað var endurstovnað í 1992 og er komið út síðan. Broddurin í satiruni er rættaður móti politiskum valdshavarum, átrúnaðarligum leiðarum og øðrum stovnum, eitt nú móti løgregluni, og ofta er satiran víst í tekningum. Charlie Hebdo endurprentaði í 2006 Muhammedtekningarnar, ið upprunaliga vóru prentaðar í Jyllands-Posten. Tíðarritið er fleiri ferðir stevnt av muslimskum samfeløgum í Fraklandi, eitt nú eftir at tey endurprentaðu Mohammed-tekningarnar, men tíðarritið varð fríkent fyri ákærurnar hin 22. mars 2007. Í 2011 varð hølið, har redaktiónin hjá blaðnum helt til, álopið við einari molotovkokteil, og hølið brendi í grund. Álopið hendi um náttina, og ongin fólkaskaði var. Yvirgangsálopið 7. januar 2015. Hin 7. januar 2015 var redaktiónin álopin av fleiri vápnaðum persónum við Kalashnikov-byrsum. Í minsta lagi tólv fólk doyðu, og í minsta lagi 11 fólk fingu skaða. Sambært Fraklands forseta var talan um eitt yvirgangsálop. Fýra av teimum dripnu vóru teknararnir Cabu, Charb, Tignous og Wolinski. Seinni sama kvøld sum álopið var framt, kom tað fram, at franska løgreglan visti hvørjir teir tríggir álopsmenninir vóru, sambært løgregluni vóru teir føddir í Fraklandi, men av algirskum uppruna, tveir brøður og ein heimleysur maður, hvørs tjóðskapur ikki var kendur. Brøðurnir vóru Saïd Kouachi og Chérif Kouachi, tann heimleysi maðurin var Hamyd Mourad. Hendingin er ta blóðugasta hópdráp, ið er framt á franskari jørð síðan 1989. Yvirgangsálopið móti Charlie Hebdo. a> heldur til, fáir tímar eftir álopið. Yvirgangsálopið móti redaktiónini á franska tíðarritinum Charlie Hebdo fór fram á middegi hin 7. januar 2015 í Paris, tá ið tveir maskeraðir og vápnaðir menn tvingaðu eina kvinnu til at tasta kotuna ið læt úthurðina til bygningin upp, og so fóru teir inn í hølini hjá Charlie Hebdo, har teir skutu eftir teimum í vóru inni. 12 fólk doyðu og 11 vóru særd. Millum tey deyðu vóru fleiri av teknarunum á blaðnum og ábyrgdarhavandi blaðstjórin. Tveir løgreglumenn vóru eisini millum tey myrðu, annar var lívverji hjá Carb (ábygdarblaðsjóranum), meðan hin av tilvild var uttanfyri bygningin, hesin varð avrættaður við einum skoti í høvdið, meðan hann lá særdur á vegnum. Teir báðir yvirgangsmenninir sluppu til rýmingar, og franska løgreglan jagstraði teir í tvey døgn, til teir vóru funnir og umringaðir í einum bygningi í franska býnum Dammartin-en-Goële, har ið teir høvdu tikið eina kvinnu sum gíðsul. Blaðið Charlie Hebdo er kent fyri at printa satiriskar tekningar av átrúnaðarligum fyrimyndum, eitt nú av profetinum hjá muslimum, Mohammed. Teir báðir ið eru undir illgruna eru víðgongdir muslimar, føddir og uppvaksnir í Fraklandi, við foreldrum ið fluttu til Fraklands úr Algeria. Hendingin. Yvirgangsálopið fór fram umleið kl. 11.30 lokala tíð, tá ið tveir vápnaðir menn við Kalashnikov-byrsum noyddu eina kvinnu at tasta kotuna inn, sum kundi lata úthurðina upp til bygningin, har ið redaktiónin var savna á fundi, ímeðan bíðaði ein triði persónur í einum bili uttanfyri. Síðan funnu teir fram til hølini hjá Charlie Hebdo og skutu móti teimum ið vóru har. Fleiri starvsfólk flýddu upp á tekjuna. Onkur av teimum tók uppá video, tá ið teir fóru út aftur úr bygninginum, tað sama gjørdi onkur av grannunum. Í minsta lagi tólv fólk doyðu, og í minsta lagi 11 fólk fingu skaða undir álopinum, harav vóru tveir løgreglumenn, ið vóru skotnir, annar uttanfyri, hin var settur sum lívverji hjá Charb. Sambært Fraklands forseta var talan um eitt yvirgangsálop. Fýra av teimum dripnu vóru teknararnir Cabu, Charb, Tignous og Wolinski. Seinni sama kvøld sum álopið var framt, kom tað fram, at franska løgreglan visti hvørjir teir tríggir álopsmenninir vóru. Sambært fjølmiðlum vóru teir føddir í Fraklandi, men vóru av algeriskum uppruna, talan var um tveir brøður, hvørs tjóðskapur ikki var kendur. Brøðurnir vóru Saïd Kouachi og Chérif Kouachi. Ein triði maður var eisini undir illgruna og var eftirlýstur, men tað er ivasamt um hesin hevur nakað við álopið móti Charlie Hebdo at gera, tí hann segði seg vera staddan í einum skúla, og floksfelagar hansara váttaðu, at hann hevði verið í skúlanum, meðan hendingin fór fram á blaðnum Charlie Hebdo. Um morgunin hin 9. januar 2015 frættist um tveir persónar við automatvápnum, sum skutu í franska býnum Dammartin-en-Goële, ið liggur umleið 50 km í ein landnyrðin Paris og 12 kilometrar frá Charles De Gaulle flogvøllinum, har tvey flogfør ikki sluppu at lenda orsakað av kreppustøðuni og av tí at har vóru tyrlur í luftini yvir býnum Dammartin-en-Goële. Útsjóndin á teimum báðum monnunum, ið skutu, svaraði til brøðurnir, ið vóru undir illgruna fyri yvirgangsálopið móti Charlie Hebdo, ið fór fram tveir dagar áðrenn. Yvirgangsmenninir tóku ein gíðla, hildið var at talan var um eina kvinnu, og so stongdu teir seg inni í einari fyritøku í vinnuøkinum í býnum. Fleiri tyrlur frá løgregluni vóru í luftini yvir økin, har ið yvirgangsmenninir hildu til. Løgreglan var í samráðingum við gíslatakarnar. Samstundis sum fjølmiðlarnir vóru upptknir av gíðslatøkuni norðanfyri Paris, har báðir Kouachi-beiggjarnir vóru, ið vóru undir illgruna fyri at hava framt álopið móti Charlie Hebdo, fór ein onnur gíðslatøka fram í eystara parti av Paris, har ein afrikanskur yvirgangsmaður, Amedy Coulibaly, ið var undir illgruna fyri at hava dripið ein franskan kvinnuligan politist dagin fyri, hin 8. januar, hevði tikið fleiri fólk sum gíðslar í einum jødiskum kosher handli í Porte de Vincennes. Báðar hendingarnar við gíðslatøkunum høvdu samband hvør við aðra, boðaði tíðindastovan Ritzau frá. Supermarked-gíðslaránarin hótti við at drepa gíðslarnar, um løgreglan fór at storma Kouachi-beiggjarnar. Stutt fyri klokkan 16 føroyska tíð vóru fleiri eksplosiónir í bygninginum, har ið báðir Kouachi-brøðurnir vóru og umleið 15-20 minuttir seinni, vóru eksplosiónir og skot í kosher-handlinum. Fýra gíðslar í kosher-handlinum lótu lív, hinir gíðslarnir vóru bjargaðir. Allir tríggir gíðslaránarnir lótu lív. Mótmælisgongur og reaktiónir. Hendingin er ta blóðugasta hópdrápið, ið er framt á franskari jørð síðan 1989. Seinni um kvøldið savnaðust hópur av fólki úti á gøtunum í Paris og í fleiri øðrum býum, ikki bara í Fraklandi men eisini í øðrum londum, har fólk vístu sína sorg og samkenslu við tey deyðu og tey avvarandi og vístu sín stuðul til talufrælsi. Fleiri høvdu skelti við sum vóru svørt við skriftini "Jeg suis Charlie" ("Eg eri Charlie). Nógvir statsleiðarar kring allan heimin fordømdu álopið móti Charlie Hebdo. Úr Føroyum sendi Felagið Føroysk Miðlafólk samkensluskriv til Charlie Hebdo. Dagin eftir yvirgangsatsóknina móti Charlie Hebdo vóru tað fleiri donsk bløð, ið vístu eins reaktión uppá álopið, eitt nú útkom Jyllandsposten við svartari forsíðu. Måløy. Måløy er ein býur í Vågsøy kommunu í Sogn og Fjordane í Noregi. Bygdin hevur 3 242 íbúgvar (2013). Býurin liggur á landsynningssíðuni á oynni Vågsøya, og er ein av Noregs týdningarmiklastu fiskivinnuhavnum. Måløy fekk býarstatus í 1997. Postnummarið er 6700. Eftir at Måløy fekk býarsstøðu, gjørdist Halnes og Holvik í suðri og Polljen (Trollebø, Degnepoll, Skavøypollen, Tennebø, Blålida og Nygård) í vestri ein partur býnum. Måløy var partur av Sør-Vågsøy kommunu 1910-1964. Teaterpokalen. Teaterpokalen er ein virðisløn, ið Foreningen af Danske Teaterjournalister handar á hvørjum ári til ein teaturpersón ella sjónleikarhús, ið hevur markerað seg við góðum avrikum í árinum. Saman við heiðurinum fylgja 50.000 kr., ið danska Mentamálaráðið letur.. Virðislønin var fyrstu ferð handað í 1934. Felagið handar harumframt leikstjóravirðislønina Teaterkatten og Initiativprisen. Søren Pilmark. Søren Louis Pilmark (føddur 16. oktober 1955 í Keypmannahavn) er ein danskur sjónleikari og filmsleikstjóri. Hann er útbúgvin á Skuespillerskolen við Århus Teater 1977. 3. desember 1994 gjørdist hann Riddari av Dannebrog. Í 2000 móttók hann virðislønina Teaterpokalen. Í 2005 vann hann Bodil virðislønina fyri besta mannliga hjáleiklutin fyri Kongekabale. Hann vann eisini eina Robert-virðisløn fyri sama leiklutin. Søren er giftur við fotomodellini Susanne Pilmark, saman hava tey børn. Anita Ekberg. Anita Ekberg (fødd 29. september 1931 í Malmö sum 'Kerstin Anita Marianne Ekberg', deyð 11. januar 2015 í Genzano di Roma) var ein svensk sjónleikarinna og modell. Anita Ekberg var serliga kend fyri sín leiklut Sylvia í filminum "La dolce vita" (da. "Det søde liv") frá 1960 av Federico Fellini. Her tekur hon sítt kenda bað í Trevi-springvatninum í Rom. Filmurin vann sama árið Teir gyltu pálmarnir á Filmfestivalinum í Cannes. Vinnuháskúlin. Vinnuháskúlin er ein skúli í Tórshavn. Stjóri á skúlanum er Wilhelm Petersen. Skúlin bjóðar fýra útbúgvingar: Skipsførara, skipara, maskinmeistara og maskinist. Harumframt bjóðar skúlin trygdarskeið, tað fer fram við Áir. Vinnuháskúlin er úrslitið av samanlegging av tveimum skúlum: Føroya Sjómansskúli og Maskinmeistaraskúlin. Samanleggingin fór fram í 2005. Søgan. Skipararnir Jens Mohr og Jens í Dali vóru teir fyrstu, sum fóru at hava skiparaskúlar í Føroyum. Tað var tann 1. november 1893, at teir fóru undir hvør sín skúla í Havn, og skjótt komu aðrir teimum á baki: Dánjal í Ungagarði fór at læra skiparanæmingar í Porkeri í 1896; Hans Djurholm byrjaði á Glyvrum í 1903; Brøðurnir Jákup og Jógvan Joensen (við Stein) fóru undir sín skúla í Havn í 1904; og í 1905 tók Jens Pauli í Dali við eftir faðirin, Jens í Dali. Fyrsti sjómansskúlin, ið var bygdur til endamálið, er í dag fyrisitingarbygningur hjá Tórshavnar Skipasmiðju. 1. november 1905 tóku teir ímóti fyrstu næmingunum, og sostatt er bygningurin júst 100 ára gamal. Tað vóru danirnir Viggo Ryving-Jensen og Andrias Nielsen – Styrmand Nielsen vanliga nevndur – ið lótu skúlan byggja, og sum lærdu frá sær. Hesir skúlar, ið hildu á í longri ella styttri tíð, vóru privatir og høvdu bara opið vetrarhálvuna, vanliga frá 1. november til seinast í februar, og tað var ikki ókeypis at ganga í skúla – 20 kr. um mánaðin ella 80 kr. fyri skeiðið var tað vanliga. Lærugreinirnar vóru fáar, og fram til 1916 var einans farið upp til munnliga próvtøku. Lógin kravdi tríggjar próvdómarar at gera av, um næmingurin var nóg góður at standa prógv, og próvdómarar vóru yvirmenn á donskum verjuskipum. Henda skipan helt fram til 1919, tá ið serstøk próvtøkunevnd var sett. Tá í tíðini var ikki so nógv til undirhalds hjá fólki, og ofta var trongligt inni í próvtøkuhølinum, tá ið próvtøka fór fram. Tað vóru serliga næstrafólk, sum komu at forvitnast, men hetta vóru ikki allir næmingar so glaðir fyri. Í 1917 gjørdist próvtøkan bæði munnlig og skrivlig. Í 1925 fóru føroysk skip til Grønlands at fiska, men trupulleikin var tann, at skiparapappírini rukku ikki so langt. Løgtingið heitti á donsku stjórnina um at seta á stovn ískoytisútbúgving í Føroyum, ið seinni kom at verða rópt longdin ella grønlandsprógvið millum manna. Úrslitið varð, at danskir myndugleikar í 1927 settu stýrimansskúla á stovn í Føroyum, har eisini lært varð til lægri siglingarprógv – m.a. longdina. Sjómansskúlin hjá Ryving-Jensen og Styrmand Nielsen, sum tá var hildin uppat, var settur í stand til stýrimansskúla, og í árunum, sum komu, hýsti skúlin øllum sjómansútbúgvingum í Føroyum. H. A. Guldhammer kom til Føroya at vera fyristøðumaður fyrstu tvey árini, 1927-29, og síðani tók Jens Pauli í Dali við, og tá ið hann legði frá sær í 1956, hevði hann samanlagt verið fyristøðumaður í samfull fimmti ár. Í 1929 var motorpassaraskúli settur á stovn sum deild undir sjómansskúlanum, og tá ið hann eisini skuldi húsast undir somu lon, sigur tað seg sjálvt, at tað mangan var trongligt – ja, so trongt, at skúlastjórin mátti javnan nokta monnum at koma á skúlabonk. Eftir at hava verið sjómansskúlalærari í Danmark í 20 ár flutti Fischer Heinesen heim til Føroya í 1947, og sama heystið fór hann at hava skiparaskúla um kvøldarnar í kommunala skúlanum í Klaksvík. Fischeri lá frammarlaga at læra menn at nýta radiotelefonina, og longu annan veturin gingu bæði skiparar og longdarmenn í skúla. Klaksvíkar Sjómansskúli fekk egin høli í 1971, men var privatur til 1975, tá ið hann fór undir landið. Umframt skiparar og kokkar lærdu teir áður eisini stýrimenn og fjarritarar. Fyrsti skipsføraraflokkurin byrjaði á Føroya Sjómansskúla á heysti 1962, og á vári 1963, stóðu fyrstu skipsførararnir prógv. Lestrartíðin var umleið seks mánaðir, og staðið stýrimansprógv gav atgongd til hesa útbúgving. Men sum árini gingu, legðist meira og meira afturat skipsføraralæruni, so at skeiðið í 1973 var longt til eitt ár. Í 1986 hevði lógarbroyting við sær, at stýrimans- og skipsføraralæran vórðu lagdar saman í eina 3 ára skipsføraraútbúgving. Seinastu stýrimenninir tóku prógv á sumri 1987. Skipara- og skipsføraralærurnar vóru fram til 1992 tvær útbúgvingar. Fyrra ætlað skiparum og bestumonnum á fiskiskipum, seinna yvirmonnum á farma- og ferðafólkaskipum. Men hetta árið kom í gildi sonevnd modulskipan, og útbúgvingarnar vórðu skipaðar í ein framhaldandi lestur, soleiðis at skiparaprógvið skal standast á leiðini til skipsføraraprógv. Teir, sum ikki ætla sær longri enn til skipara, gevast sjálvsagt, tá ið teir hava staðið hetta prógv. Sjómansskúlin flutti í núverandi høli við ársbyrjan 1962, og í 1997 varð farið undir umfatandi út- og umbygging, sum var liðug á heysti 2000. Í apríl 2004 boðaði landsstýrismaðurin við skúlamálum frá, at Maskinmeistaraskúlin og Føroya Sjómansskúli skuldu leggjast saman í ein stovn, og 1. august sama ár var felags stjóri settur – Hans Johannes á Brúgv. Á nýggjárinum 2005 vóru skúlarnir formelt lagdir saman og eftir summarfrítíðina veruliga lagdir saman. Henrik Lund. Henrik Louis Lund (føddur 8. september 1879 í Bergen, deyður 23. desember 1935 í Oslo) var ein norskur listamálari. Eftir at hava verið sjómaður eina tíð, fór hann í læru hjá Harriet Backer (1899), og síðan lærdi hann hjá Johan Nordhagen (1903). Lund ferðaðis nógv, fyrst búði hann í Keypmannahavn (1904–09), har hann gjørdist kendur við fleiri fransýningum. Síðan fekk hann statsstuðul og búði í Paris (1905, 1920-21), hann hevði framsýningar í Berlin (1908). Í USA búði hann fleiri ferðir, sum kommisserur (1912), sum framsýnari (1915, tá málaði hann eisini Theodore Roosevelt, Thomas Edison og Charles W. Eliot). Hann málaði ofta portrett av vinmanni sínum Knut Hamsun. Hann teknaði fyri anarkistiska tíðarritið hjá Hans Jæger, ið nevnist Korsaren (1907–). Hann legði navn til dampskipið «D/S Henrik Lund», ið Bergensrederiet skaffaði Willy Gilbert (1916), og sum bleiv søkt av týskum kavbátum Uttanfyri Cape Hatteras, USA (1918). Søgan hjá Nigeria. Søgan hjá Nigeria kann førast aftur til 11. øld f.Kr.. Fleiri ymisk fólkasløg hava fólkað Nigeria gjøgnum tíðirnar, eitt nú Kongsríkið Nri. Islam kom til Nigera í 11. øld gjøgnum Hausa Kongsríkið. Ein partur av núverandi Nigeria var eisini ein partur av Songhai-ríkinum í 15. og 16. øld. Nigeria gjørdist bretskt hjáland í 1885. Í 1960 fekk landið fullveldið frá Stóra Bretlandi. Eftir eitt blóðugt hernaðarkvett í 1966 kom landið undir hernaðarveldið, og árið eftir var lýðveldið Biafra sett á stovn, tó ikki viðurkent sum tjóð, og tað førdi til eitt trý-ára langt borgarakríggj. Nigeria gjørdist aftur lýðveldi í 1979 til 1983, tá ið herurin, leiddur av generalmajori Muhammadu Buhari, tók valdið á landinum. Buhari varð koyrdur frá og eitt nýtt lýðveldi var sett á stovn í 1993, men hetta var upployst av General Sani Abacha. Abacha doyði í 1998 og tað fjórða lýðveldið varð sett á stovn árið eftir. Í dag er Nigeria í ferð við at endurbyggja oljuídnaðin í landinum og stríðist við islamistiska hernaðarliga felagsskapin Boko Haram. Hendingarøð. Tríggjar igbo-kvinnur tíðliga í 20. øld. Forna búsetingin. Í 1938 fann ein bóndi í bygdini Igbo-Ukwu í Suðurnigeria nakrar bronsubollar í moldini. Tá ið farið varð at grava út har seinni, funnu menn eitt gravkamar við lutum av jarni, kopari, bronsu og mongd av perlum. Bronsulutirnir vóru stoyttir soleiðis - Luturin, sum skuldi verða stoyptur, varð evnaður til úr voksi, fjaldur við leiri og heitaður. Voksið bráðnaði og rann út í gjøgnum eitt hol í leirinum, og brædd bronsa var síðan stoytt í leirformin, sum varð brotin uttan av, tá ið bronsan var stadnað. Hesir lutir vísa eina hugtakandi mentan í Igbo-Ukwu um 950 e.Kr. Søgufrøðingar vita ikki nógv um hesa mentan, men halda, at fólkið hevði politiskt frælsi, javnrætt og sjálvt valdi ein mann at stýra. Í gravkamarinum var eitt ílatið lík, sum var jarðað sitandi á einum krakki. Hin deyði var tignarligur maður, tí at ein krúna varð eisini funnin. Søgufrøðingar halda, at hann hevur verið valdsharri við sama valdi sum ein eze nri, eitt heiti, ið hevur verið nýtt um oddamenn fólksins á hesum leiðum til fyrst í 20. øld. Nokfólkið. Nokmentanin var á Josháslættanum í Norðurnigeria, einar 160 km norðan fyri ánna Benue. Um 600 f.Kr. fór hetta landbúnaðarfólkið at høgga málm og bræða hann til jarn í lagum ovnum, sum vóru grivnar niður í jørðina. Fólkið er uppkallað eftir bygdini Nok, har nógvar terrakottamyndir vóru funnar. Tey gjørdu øvaroddar, spjótsoddar og øksir og saksingarjørn at rudda og dyrka tropiska skógin við. Tey dugdu væl at gera steinamboð. Gerandisdagur Nok-fólksins verður endurspeglaður í mongu terrakotamyndum teirra. Til dømis brúktu teir perlubond og høvdu træskaft í øksunum. Nokmentanin endar helst 200 e.Kr., en nógv av tí, sum eyðkendi hana, helst terrakottamyndlistin og aðrir mentalutir, sæst seinni aftur í afrikanskum mentanum, serstakliga í teirri meistarligu natúralistisku høggmyndini í Ife-mentanini. Nógvar terrakottamyndir eru funnar tætt við Jos, tí at teir hava høgt tin har. Mangar teirra høvdu undarligt tilevnað hársnið og eygu við holum í. Fulanifólkið. Fulanifólkið fór við fylgjum sínum um meginpartin av Nigeria. Mangir fulaniar settu seg niður í Hausalondum í Norðurnigeria. Summir fluttu til býirnar og tóku við muslimskari trúgv. Usuman dan Fodio, islamskur prestur av fulanifólkinum í Hausaríkinum Gobir fanst um 1788 harðliga at kongi, tí hann stýrdi ikki eftir strongu muslimsku lógunum. Hann fekk mong viðhaldsfólk, og í 1790-árunum vóru Usuman og viðhaldsmenn hans álvarslig hóttan ímóti Gobiríkinum. Í 1804 rýmdi Usuman úr Gobir og eggjaði fólki til heilagt kríggj (jihad) ímóti øllum Hausakongum. Í 1812 vóru flestu Hausaríkini limað inn í nýtt stórveldi, sett saman av fulaniríkjum. Usuman fekk sær tignarheitið kaliffur, og tá ið hann doyði, gekk tað í arv til son hansara, Muhammed Bello, sum stýrdi úr nýbygda býnum Sokota. Fulaniar vóru einasta flakkfólkið í Vesturafrika og vóru javnan á ferð við fylgjum sínum. Teir fóru eystureftir úr Senegal til Norðurnigeria. Yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram. Boko Haram er ein lutfalsliga nýggjur islamistiskur felagsskapur, sum fyrr hevur skipað fyri álopum á kristnar kirkjur, løgreglustøðir og fongsul. Umleið 367 menniskju eru deyð í 22 álopum frá Boko Haram tær fyrstu seks vikurnar í 2014. Tann 15. februar lupu m.a. fólk frá Boko Haram á átta bygdir í landslutunum Borno og Adamawa í Norðurnigeria. Tey vóru vápnað við byrsum, knívum og eldi, og tey drupu minst 200 fólk og brendu bæði bústaðir og handlar. Í bygdini Izghe í Borno, har tey flestu eru kristin, doyðu 121 fólk. Tveir dagar frammanundan doyðu 10 hermenn eftir samanbrestir við Boko Haram, men høvdu síðan tikið seg aftur. Tann 14. apríl í 2014 burturflutti Boko Haram meiri enn 270 gentur úr einum ungdómsskúla í bygdini Chibok og flutti tær til eitt øki nærhendis markinum við Kamerun. 57 av gentunum eru slopnar leysar, men 219 eru framvegis ikki komnar afturíaftur. Summar keldur vilja vera við, at umleið 30 bygdarfólk doyðu, tá Boko Haram leyp á bygdina. Leiðarin fyri Boko Haram, Abubakar Shekau, sigur, at tað kemur ikki upp á tal at lata genturnar fara, tí tær hava konverterað til islam, eru giftar monnum og eru nú í hjúnarlagsliga heimi sínum. "Málið um genturnar eru farið, tí eg havi fyri langari tíð gift tær burtur. Í hesum krígnum kanst tú ikki broyta fortíðina", sigur leiðarin, Abubakar Shekau við AP-tíðindastovuna. Frá 3. til 7. januar 2015 hevur Boko Haram framt hópdráp í býnum Baga í lutstatinum Borno í landnyrðingshorninum á Nigeria. Tað byrjaði við at teir lupu á eina hernaðarliga støð í býnum. Tað er óvist hvussu nógv fólk eru dripin, summi ið eru flýdd siga, at talan er um umleið 2000 fólk, ið antin eru dripin ella horvin, onnur siga at talan er um í minsta lagi 100 dripin. Sambært tí lokala leiðaranum, Baba Abba Hassan, vóru í minsta lagi 100 fólk dripin í tí fyrsta álopinum, ið fór fram 3. januar 2015. Hann segði eisini, at fleiri kvinnur og børn vóru millum tey deyðu. Hildið verður, at 35.000 fólk eru flýdd úr Baga, fleiri teirra eru flýdd til grannalondini Cameroon og Chad. Baga (Nigeria). Baga er ein býur í lutstatinum Borno í landnyrðingshorninum á Nigeria, á einari hálvoyggj, ið liggur við Kjad-vatnið og nærindis markið til Kjad. Søga. Í januar 2015 framdi islamistiski yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram enn einaferð hópdráp í býnum. Fyrst lupu tei á eina hernaðarstøð í býnum, ið skuldi verja býin. Teir brendu býin og drupu millum 100 og 2000 fólk, teirra millum eisini kvinnur og børn. Talan kann vera um tað størsta hópdrápið, ið er framt í søguni hjá Boko Haram, sambært Amnesty. Nakrir av íbúgvunum flýddu til grannalandið Kjad. FIFA Ballon d'Or. Fifa Ballon d'Or eisini nevnt Tann Gylti Bólturin er ein virðisløn, ið verður handað á hvørjum ári síðan 2010 av France Football og Fifa til tann besta fótbóltsleikaran í heiminum. bedste fodboldspiller i verden. Fyrr handaði France Football Ballon d'Or til ársins fótbóltsleikara í Evropa og Fifa handaði FIFA World Player of the Year til ársins fótbóltsleikara í heiminum. James Dean. James Byron Dean (8. februar 1931 - 30. september 1955) var ein amerikanskur sjónleikari. Hann er eitt kultur ikon í USA og kring heimin, serliga eftir filmin "Rebel without a Cause "(1955) har hann spældi rebelska tannáringin "Jim Stark". Tveir aðrir leiklutir vóru við til at gera James kendan. Tað vóru "Cal Trask" í "East of Eden" (1955), og Jett Rink í "Giant" (1956). James náddi bert at verða krediteraður í hesum trimum filmum, áðrenn hann doyði í eini bilvanlukku sum 24 ára gamal í 1955. James var heimsins fyrsti sjónleikari at fáa eina Oscar tilnevning eftir deyða sín, og er enn tann dag í dag (2015) tann einasti, ið hevur fingið tvær slíkar tilnevningar. Í 1999 varð hann valdur av American Film Institute, sum átjandi besti mannligi sjónleikari á lista teirra "100 ár...100 stjørnur". Í 2005 var hann nummar 69 á sama lista. Lívsleið. James Dean var føddur tann 8. februar 1931 í Indiana í USA. Hann hevði eitt øgiliga tætt samband við mammu sína. Michael DeAngelis fortaldi seinni at "hon var tann einasta sum skilti hann". Í 1938 bleiv mamman knappliga sjúk, og byrjaði skjótt at missa vekt. Hon doyði stutt aftaná av krabbameini tá James var bert 9 ára gamal. Stjørna James Dean á Hollywood Walk of Fame. Pápi James sá seg ikki føran fyri at taka sær av soni sínum, og sendi hann tá til fastir James og mann hennara. Tá James varð tannáringur, gjørdist hann vinur Methodist prestin James DeWeerd. DeWeerd hevði stóra ávirkan á framtíðar áhugamál James, sum vóru tarvabardagi (bull fighting), rasarakoyring og drama. Billy J. Harbin vil vera við at James hevði havt eitt "intimt samband" við presti sínum, sum byrjaði á síðsta ári hansara í miðnámskúla, og vardi í fleiri ár. Kynsliga samband teirra varð seinni, tosað um í bókini "Boulevard of Broken Dreams: The Life, Times, and Legend of James Dean, "sum Paul Alexander skrivaði og útgav í 1994. Í 2011 kom fram at James einaferð hevði fortalt Elizabeth Taylor í trúnaði, at hann hevði verð kynsliga misnýttur av einum presti, umleið 2 ár aftaná at mamma hansara doyði. Aðrar greinar og rannsóknir um lív James Dean, vilja vera við at James antin varð misbrúktur av James DeWaard, ella at teir høvdu eitt kynsligt samband tá James var síðst í tannárunum. James var ein miðal næmingur í miðnámskúla sínum Fairmount High School. Hann var tó ein vælumtóktur næmingur, sum spældi bæði baseball og kurvabólt, las drama, og kappaðist í tosa almennt við the "Indiana High School Forensic Association". Aftaná at útskrivast frá miðnámsskúlanum í 1949, flutti James til Kalifornia við hundi sínum Max, at búgva saman við pápa sínum og konu hansara. Hann byrjaði í "Santa Monica Collage" har hann las løgfrøði, men skifti síðani skúla til "The University of California, Los Angeles (UCLA) og" skifti lærugrein til drama. Nakað sum pápa hansara dámdi lítið. Meðan James gekk í UCLA, varð hann valdur útav 350 sjónleikarum at leika Malcolm í leikinum "Macbeth". Í januar 1951 gavst James í UCLA, og valdi heldur at royna eydnuna sum fulltíðar sjónleikari. Leikritshøvundurin William Bast var ein av tættastu vinum James. Í fylgi fyrstu bókarinnar um lív James í 1956, deildu James og William kamar á UCLA, og seinni í New York, og hann kendi William James tey síðstu fimm árini av lívi hansara. 50 ár eftir deyða James, viðurkendi William at vinskap teirra hevði innihaldið nakað av kynsligum intimiteti. Ímeðan James gekk á UCLA, gekk hann saman við CBS sjónleikarinnuni Beverly Wills, og einum floksfelaga, Jeanette Lewis. James og William fóru ofta á "double date" við teimum báðum. Beverly Wills gekk síðani einsamøll við James, og fortaldi fyri William at hon og James vóru forelskaði. Samband teirra endaði, aftaná at James bleiv illur inná ein annan mann, ið bjóðaði Beverly upp til dans. "Jimmy sá reytt. Hann tók í hálsmálið á dreinginum, og hótti at geva honum tvey blá eygu," segði hon. James hevði eisini hildið sambandið við eina damu, Barbaru Glenn, sum hann hevði gingið saman við í New York í 2 ár. Kærleiksbrøv teirra seldust á auktión í London í 2011 fyri 36.000 dollarar. Mest kenda kærleiksamband James, var við italiensku sjónleikarinnuni Pier Angeli. James møtti Pier í Warner Bros. filmstudioinum, har tey arbeiddu í ymiskum leikhølum. Tey plagdu at deilast um smúkkur sum kærleikstekn. Í bók síni um lív sítt, ið kallaðist "East of Eden", noktaði leikstjórin Elia Kazan, at James hevði nakra serliga eydnu við kvinnum, men mintist tó afturá, at hava hoyrt James og Angeli elskast í skiftirúmi James. Elia segði "James altíð hava eitt ósikkurt samband við damur sínar." Tey, ið halda at James og Pier vórðu djúpt forelskaði, vilja vera við at fleiri faktorar vóru við til at samband teirra slitnaði. Mamma Pier dámdi ikki klædnaburð og atburð James: T-skjúrtur, seinar avtalur, skjótir bilar, og at hann ikki var katolikkur. Mamma Pier meinti, at slíkur atburður ikki kundi viðgangast í Italia. Warner Bros., har James arbeiddi, royndu at tosa hann frá at giftast, fyri ikki at missa ímyndina av honum sum einum ungkarli, og sjálvur fortaldi hann Pier at hann ikki vildi giftast. Richard Davalos, ið leikti saman við James í "East of Eden", segði tó at James gjarna vildi giftast við Pier, entá lata børn teirra uppdragast í katólsku trúnni. Eftir at hava innspælt leiklut sín í "East of Eden", fór James í eina stutta ferð til New York í oktober 1954. Ímeðan hann var burtur, almanna kunngjørdi Pier knappliga trúlovan sína til italiensk-amerikanska sangaran Vic Damone. Fjølmiðlarnir vóru tiknir av bóli, og James vísti sína irritatión yvir fyri teimum. Pier Angeli og Vic Damone giftust mánaðin eftir. Slaturbløð hildu tí fram, at James hevði fylgt við vígsluni hinumegin vegin á motorsúklu síni, og entá reist motorin undir vígsluni í protest. James svaraði teimum aftur, og noktaði at finna uppá nakað so "býtt". Onnur, harímillum William Bast og Paul Alexander, vilja vera við at samband James og Pier, bert var eitt stunt fyri almenningsins skyld. Esmee Chandlee, ið starvaðist sum miðlaskrivari í studio Pier hjá Metro-Goldwyn-Mayer, hevði havt úr at gera, at goyma samband Pier og sjónleikarans Kirk Douglas. Hon vildi meina at Pier var nógv meira "smittað av Kirk enn Jimmy Dean". Pier Angeli tosaði bert einaferð almennt, um samband sítt við James Dean, í eini samrøðu, har hon gav lýsingar av romantiskum ástarfundum á strondini. John Howlett, ið skrivaði lívsøgu James, segði hetta vera ynskifullar fantasiur, og William Bast var einigur. Joe Hyams, sum kendi James, segði í lívsøgu James sum hann útgav í 1992, at hann hevði vitjað James, júst sum Pier yvirgav heim hansara, stutt aftaná at hon hevði gift seg við Vic Damone. James hevði grátið og fortalt Joe, at Pier hevði fortalt sær at hon var við barn, og at James trúði at barnið var hansara. Pier varð skild við Vic Damone, og giftist seinni uppaftur og varð skild aftur við seinna manni sínum, italienska film tónaskaldinum Armando Trovajoli. Hon er søgd at hava fortalt vinum sínum at James var hennara lívs kærleiki. Pier doyði av egnari hond (sjálvmorð) í 1971 39 ára gomul. Í 1997 varð sjónvarpsfilmurin "Race with Destiny "útgivin, ið vísti tí røttu myndina av kærleiksambandi Pier og James. Filmurin varð upptikin á staðnum "har hann livdi og elskaði" upptil deyða sín. Sjónleikarinnan Liz Sheridan, vildi eisini vera við, at hon og James høvdu havt eitt stutt kærleiks samband í New York í 1952. Tá hon tosaði um meinta samband í 1996, greiddi hon soleiðis frá: "Tað var gandakent, og fyrsti kærleikin hjá okkum báðum." Aftur her var William Bast skeptiskur um hendan sanna kærleikan, og segði at James og Liz, høvdu ikki brúkt nógva tíð saman. Liz endurgav minningar sínar í bók síni "Dizzy & Jimmy: My Life with James Dean; A Love Story" í 2000. James gekk eisini saman við sveisitsku sjónleikarinnuni Ursulu Andress í eitt tíðarskeið. "Hon varð sædd koyrandi um aftanfyri á motorsúklu James runt um Hollywood" skrivar Darwin Porter, ið eisini hevur skrivað lívsøgu James. "Hon varð eisini sædd saman við James í sportbilum hansara, og var saman við honum dagin sum hann keypti bilin, ið hann seinni læt lív í." Somu tíð var Ursula eisini involverað við Marlon Brando. Ursula minnist soleiðis aftur á tíðina saman við James: "Hon kom seint heim til mín. Hann kom inn sum eitt villt djór, og luktaði av øllum, ið mær ikki dámdi. Vit fóru út og lurtaðu eftir jazz musikki, og hann fór frá borðinum. Segðist fara at spæla trummur, men hann kom ikki aftur. Mær dámdi ikki at vera einsamøll, so eg fór heim. Hann kom heim til mín seinni og bað orsaka." Hon legði afturat at Marlon Brando var "sera áhugaður í at fáa at vita frá Ursulu, hvør var betri elskari. Hann ella James Dean. Tað gjørdi hann svakan ikki at fáa tað at vita". Søgur gingu um at James hevði sloppið undan hertænastu við at skráseta seg sum samkyndan. Onki hald er í hesum søgum. James var sera nærsýntur, og brúkti brillur. Hann var eisini ein "Quaker", sum hevði verið ein góðkend orsøk at sleppa undan hertænastu. Rasarakoyring sum áhugamál. Í 1954 varð James áhugaður i eini rasarakoyring karrieru. Hann keypti fleiri akfør, aftaná at innspælingar av "East of Eden" endaðu. Ímillum annað keypti hann ein Triumph Tiger T110, og ein Porche 365. Beint áðrenn innspælingarnar av "Rebel Without a Cause", gjøgnumførdi hann sína fyrstu kappkoyring í "Palm Spring Road Races", sum varð hildin í Palm Springs í Kalifornia tann 26. - 27. mars 1955. James rakk fyrsta pláss í kappingini fyri nýbyrjarar, og eitt annað pláss í almennu kappingini. Ein mánað seinni kappaðist hann í Bakersfield, har hann endaði sum nummar eitt í sínum flokki, og nummar trý sum heild. James vónaðist eftir at kunna kappast í Indianapolis 500 kappingini, men tann upptikna arbeiðsætlanin, forðaði honum frá tí at verða veruleika. Síðsta kapping James var í Santa Barbara tann 30. mai 1955. Hann kom upp á fjórða pláss, men náddi ikki í mál, vegna trupuleikar við bili sínum. James kappaðist ikki eftir hetta tí Warner Bros., bannaði alla kappkoyring, ímeðan innspæling av filminum "Giant" var í gongd. James hevði innspælt allan sín leiklut, og filmurin var blivin sendur til viðgerðar, tá hann avgjørdi at fara at kappast aftur. Vanlukka. James ynskti at sleppa at koyra kapp aftur, og skuldi eftir ætlan, koyra í Salinas í Kalifornia tann 30. september 1955. James hevði verið viðmælt av týska bilmekanikaranum Rolf Wütherich, at koyra bil sín, Porsche 550 Spyder "Little Bastard", frá Los Angeles til Salinas, til at venjast bilinum. Í bilinum vóru James og Rolf, og í einum bili aftanfyri koyrdu Bill Hickman, ein stunt kordinator, og myndamaðurin Sanford Roth. Teir báðir seinnu skuldu fylgja Dean í kappingini. Klokkan 15.30 fingu báðir bilførarnir, James og Bill, eina bót fyri at koyra ov skjótt. Tá ferðaliðið var ávegis til kappingarstaðið á vegnum U.S. Route 466, klokkan umleið 17.15, royndi ein Ford Tudor frá 1950 at venda av vegnum og inn á eina avkoyring, men endaði mitt á vegnum. James kom koyrandi júst í tí løtu, náddi ikki at steðga, og koyrdi beint inn í bilin. Bilførarin á Ford bilinum slapp við minni skaðum. Rolf Wütherich kastaðist út úr bili James og yvirlivdi, ímeðan James sjálvur, kleimdist fastur og fekk fleiri deyðiligar løstir, ímillum annað ein brotnan nakka. Ein kvinna við royndum innan sjúkrahúsverkið, var á staðnum og føldi ein veikan puls, men "deyðin sá út til a hava rakt eygablikkiligt". James var roknaður deyður við komu á "Paso Robles War Memorial Hospital" klokkan 18.20. Tíðindini um deyða James, tóku eina tíð at røkka dagbløðini í eystari parti av USA, men ferðaðust skjótt ígjøgnum útvørp og sjónvørp. Tann 2. oktober høvdu eitt ótal av amerikanskum og útlendskum miðlum umtalað deyða James.Jarðarferð hansara varð hildin tann 8. oktober 1955 í "Fairmount Friends Church" í Indiana. Kistan varð afturlatin fyri at verja um tað illa løstaða líkið. Umleið 600 syrgjarir vóru til jarðaferðina, ímeðan 2400 fjepparar møttust uttan fyri bygningin at syrgja. Ein rannsókn varð sett í verk tríggjar dagar eftir vanlukkuna í borgarskrivstovuni "Paso Robles City Hall", har tað var mett, at orsøkin til vanlukkuna líkligast var, at koyrt var ov skjótt, og bilførarin av Ford akfarinum var gjørdur ósekur av nakrari brotsgerð. Tó var tosað við ein politimann, sum kom á vanlukkustaðið, í "Los Angels Times" í 2005. Politimaðurin segði, at metti hann útfrá vrakinum, og staðseting av líki James, hevði bilurin ikki kunnað koyrt skjótari enn 88 km um tíman (55 mph). Sjálvt um nógv hava viljað verið við at James koyrdi ov skjótt er hetta aldrin vorðið sannað, av øðrum enn teimum, ið vóru á vanlukkustaðnum hendan dag. Lívsleið innan sjónleik. Fyrsta sjónleikarastarv James fekk í sjónvarpi, var ein lýsing fyri Pepsi Cola. Aftaná Pepsi lýsingina fekk James sín fyrsta tosandi leiklut, sum John the Beloved, í páskasendingini "Hill Number One, "sum handlaðu um endurreisn Jesus. Aftaná hetta fekk James leiklutir í trimum ymiskum filmum sum eykaleikari: sum ein hermaður í "Fixed Bayonets!, "sum ein boksing venjari í "Sailor Beware, "sum var ein Paramount framleiddur skemtifilmur við Dean Martin og Jerry Lewis í høvuðsleiklutunum, og sum ein unglingur í "Has Anybody Seen My Gal?" Samstundis sum James stríddist við at fáa eina karrieru innan sjónleikara yrkið, arbeiddi hann sum parkeringsvaktur á parkeringsøkinum hjá "CBS Studios, "har hann møtti Rogers Brackett. Rogers Brackett var ein útvarpsstjóri á eini lýsingarfyritøku, og bjóðaði James professionella hjálp í sjónleikarayrkinum og eitt stað at búgva. Í oktober 1951 flutti James, eftir uppfordring frá sjónleikaranum James Whitmore og mentor sínum Roger Brackett, til New York City. Har arbeiddi hann sum "stunt testari" fyri game show sendinginga "Beat the Clock". Hann var samstundis við í fleiri pørtum av CBS sjónvarpsendingunum "The Web", "Studio One", og "Lux Video Theatre. "James slapp síðani uppí tað legenderiska Actors Studio, har hann vandi sjónleikara metodur undir Lee Strasberg. Stoltur av sínum upplivingum í Actors Studio, skrivaði James eitt bræv til familju sína í 1952, har hann nevndi skúlan og segði: "Hetta er tann besti skúlin innan fyri sjónleik. Hann húsar fleiri stórum fólkum, sum Marlon Brando, Julie Harris, Arthur Kennedy, Mildred Dunnock....Øgiliga fá sleppa inn í skúlan....Tað er tað besta, ið kann henda fyri ein sjónleikara. Eg eri tann yngsti sum hevur hoyrt her til." James byrjaði at fáa fleiri arbeiðstilboð, og leikti í fleiri pørtum av sjónvarpsrøðum frá fyrst í 1950-árunum, sum "Kraft Television Theatre", "Robert Montgomery Presents", "Danger", and "General Electric Theater". Ein av tíðligu leiklutunum sum James leikti, var í CBS sjónvarpsrøðini "Omnibus", og partinum "Glory in the Flower", har hann leikti ein truplan tannáring. Ein leiklut, ið seinni gjørdi hann ódeyðiligan í filminum "Rebel Without a Cause". Jaligu ummælini av leikluti James í sjónleikinum "Bachir", har hann leikti ein Norðurafrikanskan húskall, í eini dramatisering av bókini "The Immoralist" hjá André Gide høvdu við sær arbeiðstilboð frá Hollywood. "East of Eden". Í 1953 leitaði filmsleikstjórin Elia Kazan eftir einum sjónleikara at leika kensluríka og trupla leiklutin "Cal Trask". Hetta var fyri dramatiseringina av bókini "East of Eden" hjá John Steinbeck frá 1952. Bókin er ein long stuttsøga, ið handlar um samband Trask og Hamilton familjunar, yvir trý ættarlið, og fokuserar serliga á lív, tvey tey seinnu ættarliðini í Salinas Valley í Kalifornia frá mittuni av 1850-árunum til 1910-árini. Áðrenn Elia Kazan byrjaði at leita eftir sjónleikarum, hevði hann sagt at hann vildi hava ein "Brando sjónleikara" og leikritshøvundurin Paul Osborn viðmælti unga og ókenda sjónleikaran James Dean. John Steinbeck, rithøvundur bókarinnar, møtti James, og dámdi lítið tann unga og innviklaða mannin persónliga, men helt hann vera fulkomnan til leiklutin. James fekk leiklutin í apríl 1954, flutti frá New York City til Los Angeles, og filmsupptøkurnar byrjaðu. Ein stórur partur av leiki James er óskrivaður, harímillum dansur hansara í bønargarðinum, og hvussu hann liggur tá ferðast í tokbásinum (aftaná at hava leitað eftir mammu síní tætt við Monterey). Tann mest kenda improvisatiónin í filminum, er tá pápi Cal noktar at taka í móti teimum 5.000 dollarunum, sum Cal hevur tjenað í bønargarðinum. Ístaðin fyri at renna burtur frá pápa sínum, sum stóð í leikritinum, tekur Cal og fevnir kensluborið um hann, og grætur. Leikstjórin valdi at halda hesa kensluríku løtu, og tað kløkka andlitstrekkið á mótspælara James í filminum, fram um tað sum skrivað var frammanundan. Hesin leiklutur var við til at geva honum leiklutin í filminum "Rebel Without a Cause". Báðir leiklutir fevna um ungar, miskiltar menn við ótta (angist), og sum leita viðurkenning frá einum faðirfiguri. Fyri sín leiklut í "East of Eden", fekk James eina Oscar tilnevning, sum besti sjónleikari í høvuðsleikluti, í 1955 aftaná deyða sín, sum tann fyrsti nakrantíð. East of Eden var eisini einasti filmur James leikti, í sum hann sá útgivnan í síni livitíð. James Dean í "Rebel Without a Cause" (1955) "Rebel Without a Cause". Stutt aftaná leiklut sín í "East of Eden", fekk James leiklut í filminum "Rebel Without a Cause", sum "Jim Stark". Filmurin kom at verða sera væl umtóktur ímillum tannáringar. Filmurin er sagdur at vísa eina sera rætta mynd av tannáringa ótta (angist).Í filminum leiktu afturat James, Natalie Wood, Sal Mineo, og Dennis Hopper. Filmurin varð leikstýrdur av Nicholas Ray. "Giant". "Giant" varð útgivin í 1956 aftaná deyða James, og leikti hann ein eykaleiklut í filminum. Elizabeth Taylor og Rock Hudson høvdu høvuðsleiklutirnar. Hann tók av leiklutinum fyri ikki at enda fastur í leiklutum sum "Cal Trask" og "Jim Stark". Í hesum filminum leikti hann "Jett Rink", ein húskall á einum Texanskum garði, ið rakar olju og gerst ríkur. Fyri at kunna leika ein eldri mann, í seinni brotum av filminum, litaði James hár sítt grátt, og rakaði nakað av tí av, fyri at fáa tað at síggja út sum eina hvørvandi hárgreinsu. "Giant" kom at verða síðsti filmur James. Í endanum av filminum var meiningin at James skuldi halda eina fullra manna talu til eitt gildi. Hetta brotið er síðani vorðið kallað "The Last Supper" ella Síðsta Kvøldmáltíðin á føroyskum, tí hetta var síðsta brot James innspældi áðrenn knappliga deyða sín. James mumblaði nógv, fyri at gera brotið meira veruligt, og var sjálvur ávirkaður av rúsdrekka. So mikið nógv, at leikstjórin George Stevens avgjørdi, at fáa ein annan sjónleikara, Nick Adams, at tosa yvir brotið, so ein kundi skilja taluna. Nick Adams varð nýttur, tí James doyði ímeðan filmurin enn var í viðgerð. Í 1956 fekk James sína aðru Oscar tilnevning, sum sjónleikari í høvuðsleikluti eftir deyða sín. George Clooney. George Timothy Clooney (føddur 6. mai 1961 í Lexington) er ein amerikanskur sjónleikari, leikrithøvundur, framleiðari, leikstjóri og aktivistur. Hann hevur vunnið tríggjar Golden Globe-virðislønir fyri sítt arbeiði sum sjónleikari og tvær Oscar-virðislønir, eina fyri at spæla og eina fyri at framleiða. Clooney spældi fyri fyrstu ferð sum sjónleikari í sjónvarpinum í 1978, og seinni gjørdist hann kendur víða um fyri sín leiklut sum Dr. Doug Ross í tí longu lækna-sjónvarpsdramarøðini "ER" frá 1994 til 1999, sum hann móttók tvær tilnevningar til Emmy-virðislønina. Meðan hann arbeiddi í sjónvarpsrøðini "ER", byrjaði hann at fáa fleiri tilboð um høvuðsleiklutir í filmum, eitt nú í "Batman & Robin" (1997) og "Out of Sight" (1998), har hann arbeiddi saman við samstarvsfelaga sínum gjøgnum langa tíð, Steven Soderbergh. Í 1999 spældi Clooney høvuðsleiklutin í "Three Kings", ið var ein vælmóttikin satira ið fór fram undir Golf-krígnum. Hann hevur leikstjórnað filmarnir "Good Night, and Good Luck" (2005), "Leatherheads" (2008), "The Ides of March" (2011), og "The Monuments Men" (2014). Julia Roberts. Julia Fiona Roberts (fødd 28. oktober 1967 í Smyrna, Georgia, USA) er ein amerikonsk sjónleikarinna og framleiðari. Hon gjørdist Hollywood-stjørna eftir at hon spældi ein av høvuðsleiklutunum í tí romantiska skemtifilminum "Pretty Woman" (1990). Eftir at hon vann tvær Golden Globe-virðislønir og móttók Oscar tilnevningar fyri "Steel Magnolias" (1989) og "Pretty Woman", so vann hon eina Oscar-virðisløn fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin fyri hennara framførslu í "Erin Brockovich" (2000). Filmar hennara "Mystic Pizza" (1988), "The Pelican Brief" (1993), "My Best Friend's Wedding" (1997), "Conspiracy Theory" (1997), "Notting Hill" (1999), "Runaway Bride" (1999), "Ocean's Eleven" (2001), "Ocean's Twelve" (2004), "Charlie Wilson's War" (2007), "Valentine's Day" (2010), "Eat Pray Love" (2010), og "Mirror Mirror" (2012) hava tilsamans givið inntøkur fyri billetsølu fyri meira enn $2.6 milliardir, ið ger hana til eina av heimsins mest sukseríku sjónleikarinnum, tá ið hugt verður at inntøkum fyri billettsølu. Í 2013 spældi hon við í filminum ', ið hon móttók sína fjórðu Oscar tilnevning. Julia Roberts er av enskum, skotskum, walisiskum, týskum og svenskum uppruna. Privatlív. Hin 25. juni 1993 giftist hon country-sangaranum Lyle Lovett; tey giftust í St. James Lutheran Church í Marion, Indiana. Tey fóru frá hvørjum øðrum í mars 1995 og vóru síðan skild. Frá 1998 til 2001 gekk hon saman við sjónleikaranum Benjamin Bratt. Roberts og núverandi maður hennara, kameramaðurin Daniel Moder, møttust undir upptøkunum til film hennara "The Mexican" í 2000, meðan hon enn gekk saman við Bratt. Moder var giftur tá við Vera Steimberg. Hann søkti um hjúnaskilnað gott eitt ár seinni, og eftir at tey vóru skild, giftist hann og Roberts hin 4. juli 2002, at her ranch in Taos, New Mexico. Saman eiga tey trý børn: tvíburðarnir Hazel Patricia og Phinnaeus "Finn" Walter Moder (fødd 28. november 2004) og Henry Daniel Moder (føddur 18. juni 2007). Asta Nielsen. Asta Nielsen (fødd 11. september 1881 í Keypmannahavn, deyð 24. mai 1972 á Frederiksberg), var ein donsk stumfilm-sjónleikarinna, ið var ein av teimum best umtóktu sjónleikarinnunum í 1910-árunum og ein av teimum fyrstu altjóða filmsstjørnunum. 70 av hennara 74 filmum vóru gjørdir í Týsklandi, har hon var kend sum "Die Asta". Hon var kend fyri sínu stóru myrku eygu, maskulíknandi andliti og dreingjaliga kroppi, og hon spældi sum oftast kvinnur ið høvdu ein sterkan vilja og vóru passioneraðar. Orsakað av hennara erotisku framførslum, vóru filmar hennara nógv sensureraðir í USA. Sagt verður um hana, at hon broytti tað at spæla í filmi frá at vera teaturlíkandi til at vera meira í meira náttúrligum stíli. Hon stovnaði sítt egna filmstudio í Berlin í 1920-árunum, men flutti heimaftur til Danmarkar í 1937, eftir at nazistarnir komu til valdið í Týsklandi. Seinni gjørdist hon listakvinna og rithøvundur. Asta varð fødd á Vesterbro í Keypmannahavn, faðir hennara var arbeiðsmaður, mamman var vaskikona. Faðir hennara var "Jens Christian Nielsen" (1847-1895), móðir hennara var "Ida Frederikke Petersen" (1843-1912). Asta varð útbúgvin á Det kongelige Teaters elevskole og spældi sjónleik á palli fyri fyrstu ferð í 1902 í Dagmarteatret, har ið hon starvaðist til 1905, og í Det Ny Teater (1908-10). Sama tíðarskeið ferðist hon eisini runt bæði í Noregi og Svøríki, men gjørdist ikki rættiliga kend, meðan hon spældi í sjónleikarhúsum. 346 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. Árstal: 351 f.Kr. 350 f.Kr. 349 f.Kr. 348 f.Kr. 347 f.Kr. - 346 f.Kr. - 345 f.Kr. 344 f.Kr. 343 f.Kr. 342 f.Kr. 341 f.Kr. 347 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. Árstal: 352 f.Kr. 351 f.Kr. 350 f.Kr. 349 f.Kr. 348 f.Kr. - 347 f.Kr. - 346 f.Kr. 345 f.Kr. 344 f.Kr. 343 f.Kr. 342 f.Kr. 348 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. Árstal: 353 f.Kr. 352 f.Kr. 351 f.Kr. 350 f.Kr. 349 f.Kr. - 348 f.Kr. - 347 f.Kr. 346 f.Kr. 345 f.Kr. 344 f.Kr. 343 f.Kr. 349 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. Árstal: 354 f.Kr. 353 f.Kr. 352 f.Kr. 351 f.Kr. 350 f.Kr. - 349 f.Kr. - 348 f.Kr. 347 f.Kr. 346 f.Kr. 345 f.Kr. 344 f.Kr. 350 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. Árstal: 355 f.Kr. 354 f.Kr. 353 f.Kr. 352 f.Kr. 351 f.Kr. - 350 f.Kr. - 349 f.Kr. 348 f.Kr. 347 f.Kr. 346 f.Kr. 345 f.Kr. 351 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. Árstal: 356 f.Kr. 355 f.Kr. 354 f.Kr. 353 f.Kr. 352 f.Kr. - 351 f.Kr. - 350 f.Kr. 349 f.Kr. 348 f.Kr. 347 f.Kr. 346 f.Kr. 352 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. Árstal: 357 f.Kr. 356 f.Kr. 355 f.Kr. 354 f.Kr. 353 f.Kr. - 352 f.Kr. - 351 f.Kr. 350 f.Kr. 349 f.Kr. 348 f.Kr. 347 f.Kr. 353 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. Árstal: 358 f.Kr. 357 f.Kr. 356 f.Kr. 355 f.Kr. 354 f.Kr. - 353 f.Kr. - 352 f.Kr. 351 f.Kr. 350 f.Kr. 349 f.Kr. 348 f.Kr. 354 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. Árstal: 359 f.Kr. 358 f.Kr. 357 f.Kr. 356 f.Kr. 355 f.Kr. - 354 f.Kr. - 353 f.Kr. 352 f.Kr. 351 f.Kr. 350 f.Kr. 349 f.Kr. 355 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. Árstal: 360 f.Kr. 359 f.Kr. 358 f.Kr. 357 f.Kr. 356 f.Kr. - 355 f.Kr. - 354 f.Kr. 353 f.Kr. 352 f.Kr. 351 f.Kr. 350 f.Kr. 356 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. Árstal: 361 f.Kr. 360 f.Kr. 359 f.Kr. 358 f.Kr. 357 f.Kr. - 356 f.Kr. - 355 f.Kr. 354 f.Kr. 353 f.Kr. 352 f.Kr. 351 f.Kr. 357 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. Árstal: 362 f.Kr. 361 f.Kr. 360 f.Kr. 359 f.Kr. 358 f.Kr. - 357 f.Kr. - 356 f.Kr. 355 f.Kr. 354 f.Kr. 353 f.Kr. 352 f.Kr. 358 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. Árstal: 363 f.Kr. 362 f.Kr. 361 f.Kr. 360 f.Kr. 359 f.Kr. - 358 f.Kr. - 357 f.Kr. 356 f.Kr. 355 f.Kr. 354 f.Kr. 353 f.Kr. 359 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. Árstal: 364 f.Kr. 363 f.Kr. 362 f.Kr. 361 f.Kr. 360 f.Kr. - 359 f.Kr. - 358 f.Kr. 357 f.Kr. 356 f.Kr. 355 f.Kr. 354 f.Kr. 360 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. Árstal: 365 f.Kr. 364 f.Kr. 363 f.Kr. 362 f.Kr. 361 f.Kr. - 360 f.Kr. - 359 f.Kr. 358 f.Kr. 357 f.Kr. 356 f.Kr. 355 f.Kr. 330-árini f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. - 4. øld f.Kr. - 3. øld Áratíggju: 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. - 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. Ár: 339 f.Kr. 338 f.Kr. 337 f.Kr. 336 f.Kr. 335 f.Kr. 334 f.Kr. 333 f.Kr. 332 f.Kr. 331 f.Kr. 330 f.Kr. 340-árini f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. - 4. øld f.Kr. - 3. øld Áratíggju: 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. - 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. 280-árini f.Kr. Ár: 349 f.Kr. 348 f.Kr. 347 f.Kr. 346 f.Kr. 345 f.Kr. 344 f.Kr. 343 f.Kr. 342 f.Kr. 341 f.Kr. 340 f.Kr. 350-árini f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. - 4. øld f.Kr. - 3. øld Áratíggju: 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. - 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. 290-árini f.Kr. Ár: 359 f.Kr. 358 f.Kr. 357 f.Kr. 356 f.Kr. 355 f.Kr. 354 f.Kr. 353 f.Kr. 352 f.Kr. 351 f.Kr. 350 f.Kr. 361 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. Árstal: 366 f.Kr. 365 f.Kr. 364 f.Kr. 363 f.Kr. 362 f.Kr. - 361 f.Kr. - 360 f.Kr. 359 f.Kr. 358 f.Kr. 357 f.Kr. 356 f.Kr. 362 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. Árstal: 367 f.Kr. 366 f.Kr. 365 f.Kr. 364 f.Kr. 363 f.Kr. - 362 f.Kr. - 361 f.Kr. 360 f.Kr. 359 f.Kr. 358 f.Kr. 357 f.Kr. 363 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. Árstal: 368 f.Kr. 367 f.Kr. 366 f.Kr. 365 f.Kr. 364 f.Kr. - 363 f.Kr. - 362 f.Kr. 361 f.Kr. 360 f.Kr. 359 f.Kr. 358 f.Kr. 364 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. Árstal: 369 f.Kr. 368 f.Kr. 367 f.Kr. 366 f.Kr. 365 f.Kr. - 364 f.Kr. - 363 f.Kr. 362 f.Kr. 361 f.Kr. 360 f.Kr. 359 f.Kr. 360-árini f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. - 4. øld f.Kr. - 3. øld Áratíggju: 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. 300-árini f.Kr. Ár: 369 f.Kr. 368 f.Kr. 367 f.Kr. 366 f.Kr. 365 f.Kr. 364 f.Kr. 363 f.Kr. 362 f.Kr. 361 f.Kr. 360 f.Kr. 365 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. Árstal: 370 f.Kr. 369 f.Kr. 368 f.Kr. 367 f.Kr. 366 f.Kr. - 365 f.Kr. - 364 f.Kr. 363 f.Kr. 362 f.Kr. 361 f.Kr. 360 f.Kr. 366 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. Árstal: 371 f.Kr. 370 f.Kr. 369 f.Kr. 368 f.Kr. 367 f.Kr. - 366 f.Kr. - 365 f.Kr. 364 f.Kr. 363 f.Kr. 362 f.Kr. 361 f.Kr. 367 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. Árstal: 372 f.Kr. 371 f.Kr. 370 f.Kr. 369 f.Kr. 368 f.Kr. - 367 f.Kr. - 366 f.Kr. 365 f.Kr. 364 f.Kr. 363 f.Kr. 362 f.Kr. 368 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. Árstal: 373 f.Kr. 372 f.Kr. 371 f.Kr. 370 f.Kr. 369 f.Kr. - 368 f.Kr. - 367 f.Kr. 366 f.Kr. 365 f.Kr. 364 f.Kr. 363 f.Kr. 369 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. - 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. 310-árini f.Kr. Árstal: 374 f.Kr. 373 f.Kr. 372 f.Kr. 371 f.Kr. 370 f.Kr. - 369 f.Kr. - 368 f.Kr. 367 f.Kr. 366 f.Kr. 365 f.Kr. 364 f.Kr. 370-árini f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. - 4. øld f.Kr. - 3. øld Áratíggju: 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. Ár: 379 f.Kr. 378 f.Kr. 377 f.Kr. 376 f.Kr. 375 f.Kr. 374 f.Kr. 373 f.Kr. 372 f.Kr. 371 f.Kr. 370 f.Kr. 370 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. Árstal: 375 f.Kr. 374 f.Kr. 373 f.Kr. 372 f.Kr. 371 f.Kr. - 370 f.Kr. - 369 f.Kr. 368 f.Kr. 367 f.Kr. 366 f.Kr. 365 f.Kr. 371 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. Árstal: 376 f.Kr. 375 f.Kr. 374 f.Kr. 373 f.Kr. 372 f.Kr. - 371 f.Kr. - 370 f.Kr. 369 f.Kr. 368 f.Kr. 367 f.Kr. 366 f.Kr. 372 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. Árstal: 377 f.Kr. 376 f.Kr. 375 f.Kr. 374 f.Kr. 373 f.Kr. - 372 f.Kr. - 371 f.Kr. 370 f.Kr. 369 f.Kr. 368 f.Kr. 367 f.Kr. 380-árini f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. - 4. øld f.Kr. - 3. øld Áratíggju: 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. Ár: 389 f.Kr. 388 f.Kr. 387 f.Kr. 386 f.Kr. 385 f.Kr. 384 f.Kr. 383 f.Kr. 382 f.Kr. 381 f.Kr. 380 f.Kr. 373 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. Árstal: 378 f.Kr. 377 f.Kr. 376 f.Kr. 375 f.Kr. 374 f.Kr. - 373 f.Kr. - 372 f.Kr. 371 f.Kr. 370 f.Kr. 369 f.Kr. 368 f.Kr. 374 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. Árstal: 379 f.Kr. 378 f.Kr. 377 f.Kr. 376 f.Kr. 375 f.Kr. - 374 f.Kr. - 373 f.Kr. 372 f.Kr. 371 f.Kr. 370 f.Kr. 369 f.Kr. 375 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. Árstal: 380 f.Kr. 379 f.Kr. 378 f.Kr. 377 f.Kr. 376 f.Kr. - 375 f.Kr. - 374 f.Kr. 373 f.Kr. 372 f.Kr. 371 f.Kr. 370 f.Kr. 376 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. Árstal: 381 f.Kr. 380 f.Kr. 379 f.Kr. 378 f.Kr. 377 f.Kr. - 376 f.Kr. - 375 f.Kr. 374 f.Kr. 373 f.Kr. 372 f.Kr. 371 f.Kr. 377 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. Árstal: 382 f.Kr. 381 f.Kr. 380 f.Kr. 379 f.Kr. 378 f.Kr. - 377 f.Kr. - 376 f.Kr. 375 f.Kr. 374 f.Kr. 373 f.Kr. 372 f.Kr. 378 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. Árstal: 383 f.Kr. 382 f.Kr. 381 f.Kr. 380 f.Kr. 379 f.Kr. - 378 f.Kr. - 377 f.Kr. 376 f.Kr. 375 f.Kr. 374 f.Kr. 373 f.Kr. 379 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. - 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. 320-árini f.Kr. Árstal: 384 f.Kr. 383 f.Kr. 382 f.Kr. 381 f.Kr. 380 f.Kr. - 379 f.Kr. - 378 f.Kr. 377 f.Kr. 376 f.Kr. 375 f.Kr. 374 f.Kr. Vigdís Finnbogadóttir. Vigdís Finnbogadóttir, fødd 15. apríl 1930 í Reykjavík, Íslandi, er íslendskur UNESCO sendiharri og fjórði forseti Íslands. Hon var forseti frá 1980 til 1996 og var fyrsta kvinna í heimunum at verða vald forseti í fólkaræðisvalskipan. Hon eigur eisini metið at vera tann kvinnan, sum hevur sitið longst í einum samanhangandi tíðarskeiði. Lívsleið. Vigdís var fødd í Reykjavík tann 15. apríl 1930. Pápi hennara var Finnbogi Rútur Þorvaldsson, professari við Háskúla Íslands, og mamma hennara var Sigríður Eiríksdóttir, sjúkrasystir. Vigdís vaks upp í húsi saman við beiggja sínum, foreldrum og ommu og abba. Vigdís fekk prógv frá miðnámskúlanum "Menntaskólinn í Reykjavík" í 1949. Aftaná miðnámskúlaprógvið fór hon til Fraklands undir víðari lesnað, og las hon franskt og franskan litturatur, bæði í Sorbonne háskúlanum og í Grenoble frá 1949 til 1953. Síðani fór Vigdís til Keypmannahavnar, har hon las teatur við háskúlan í Keypmannahavn. Aftaná at hava vent nøsini aftur til Íslands, las hon uppaftur víðari og gjørdist BA í fronskum og enskum í Háskúla Íslands. Í 1960-árunum og 1970-árunum var Vigdís ein dyggur mótstandari av amerikansku herbasuni í Keflavík, og luttók hon í fleiri mótmælisgongum og tiltøkum. Hvørt ár gingu fleiri hundrað, og onkuntíð túsund fólk, tann 50 km langa teinin frá Reykjavík til Keflavíkar, ímeðan tey róptu: "Ísland úr NATO - Herin burt". Vigdís giftist einum lækna í 1954, men hjúnarbandið helt ikki, og tey vórðu skild í 1963. Vigdís hevði altíð havt ynski um at fingið børn, og bleiv tann dreymurin til veruleika, tá hon, sum 41 ára gomul, tann 18. oktober 1972 fekk eitt vakurt gentubarn í favnin. Vigdis var tann fyrsta einliga kvinna í Íslandi, ið fekk loyvi at adoptera barn, og gleðin var stór. Forseti Íslands. Javnstøðubardagin hevði verið ein langur kampur hjá kvinnum í Íslandi. Altjóða kvinnuárið 1975 fingu íslenskar kvinnur øll eygu á seg, tá 90% av kvinnum á arbeiðsmarknaðinum fóru í verkfall fyri at vísa, at tær vóru líka nógv verdar sum menninir, og mótmæla at tær ikki vóru virðismettar á arbeiðsmarknaðinum. So tá tað nærkaðist forsetavali í 1980, vóru kvinnurnar sera fokuseraðar uppá at fáa eina kvinnu valda. Eftir nógva yvirtaling, valdi Vigdís at stilla upp ímóti trimum mannligum valevnum. Nógv vildu vera við, at ein ein kona, og ikki minst ein skild, einlig mamma, onki hevði at gera í forsetaembæti. Hetta brúktu mótstandarar hennara nógv í móti Vigdís í kjaksendingum. Hon vann tó valið við 33,6% av atkvøðunum, við bert einum og einum hálvum prosenti meir enn nummar tvey, ið fekk 32,1%. Íslendingar vóru, og eru enn, sera stoltir av hesum vali, og hevði tað við sær at fleiri kvinnur fingu styrkina til at stilla upp í politikki, Vigdís stillaði uppaftur 3 ferðir. Fyrstu ferð í 1984, tá ongin stillaði upp ímóti henni. Í 1988, tá ein onnur kvinna stillaði upp ímótir henni. Vigdís vann tað valið við 92% av atkvøðunum. Vigdís stillaði upp fyri síðstu ferð í 1992, og var tá aftur ongin mótstøða, og hon endurvald. Í nýggjársrøðu síni í januar 1996 boðaði Vigdís frá, at hon ikki stillaði uppaftur til forsetaval. Hon var sera væl umtókt sum forseti, og vóru hjartamál hennara støðan hjá kvinnum í samfelagnum, at verja íslendskt mál og røkta land og tjóð. Sum forseti vildi Vigdís ikki bert vera ein kransakakufigurur. Hon tók ein aktivan part í umhvørvismálum, bardist fyri at verja um íslenska málið og mentanina, og virkaði sum ein mentanarambassadørur, ið var betri enn nøkur lýsingarherferð fyri íslendsku tjóðina. Hon tosaði ofta um týdningin, smáar tjóðir hava, og var vertur fyri kritiska fundin ímillum Ronald Reagan og Mikhail Gorbachev í 1986. Ein týdningarmikil fundur, ið var byrjanin til endan á kalda krígnum. Vigdís legði stóran dent á, at ungar kvinnur skulu útbúgva seg, og hon var ein stór fyrimynd hjá ungum gentum og kvinnum. Lívið aftaná forsetasessin. Vigdís gavst sum forseti í 1996, eftir 16 ár í starvinum. Skilnaðurin ímillum hana og tjóðina gekk væl, og var íslenska tjóðin sera takksom fyri størv hennara og kærleika. Vigdís hevur síðani 1998 verið UNESCO ambassadørur, og hevur hon starvast nógv bæði í Íslandi og uttanlands, fyri at verja um móðurmál. Í dag er Vigdís vorðin ein eldri dama, men tað forðar henni ikki, og áhugamálini ið fylla mest í dagligdegnum eru: konsertir, bøkur, biograftúrar og serliga at fara ein túr í sjónleikarahús. Hon er glað fyri tað lívið hevur givið henni, og roynir at liva lívið livandi, og nýta tað so longi hon kann. Heiðurs gradur. Vigdís er eisini limur í Club of Madrid, ein non-profit felagskapur, samansettur av 81 fyrrverandi forsetum og forsætisráðharrum frá 57 ymiskum londum. Giorgio Napolitano. Giorgio Napolitano (føddur 29. juni 1925 í Napoli í Campania, Italia) er ein italskur politikari (Democratici di Sinistra). Hann varð valdur til forseta í Italia hin 10. mai 2006 og tók sæti hin 15. mai sama árið. Hin 14. januar 2015 varð tað kunngjørt, at hann tók seg úr embætinum sum forseti av heilsuávum. Lívsleið. Í 1942 fór hann at lesa á universitetinum í Napoli og gjørdist limur í fasistabólkinum á fróðskaparsetrinum, "Gruppo Universitario Fascista". Har fann hann útav, at fleiri onnur lesandi vóru kritisk yvirfyri fasistastýrinum í landinum. Seinni stovnaði hann ein kommunistiskan partisanbólk, ið stríddist móti fasistunum. Í 1945 gjørdist Napolitano limur í kommunistaflokkinum í Italia, "Partito Comunista Italiano", (PCI). Hann varð útbúgvin løgfrøðingur í 1947 og varð valdur inn í parlamentið í 1953. Í 1956 gjørdist hann limur landsnevnd floksins. Sama árið tá ið tann ungarski uppreisturin varð bardur niður av sovjetiskum herdeildum, og tann italski kommunistaflokkurin kallaði ungarar fyri»kontrarevolutionerar«,»undirgravarar«, valdi Napolitani at stuðla linjuni hjá flokki sínum. Seinni hevur hann tikið frástøðu frá tí og hevur biðið um orsakað fyri at hann hevði ta meiningina tá. Mátin ið flokkurin tók sær av tí ungarska uppreistrinum førdi til, at flokkuri fór í tvíningar í 1956, tá ið tað størsta fakfelagið tók frástøðu frá linjuni hjá kommunistaflokkinum og stuðlaði uppreistrinum. Mong hildu, at vegurin hjá Italiu móti sosialismu mátti grundast á demokrati. Giorgio Amendola stuðlaði sjónarmið teirra. Napolitano stóð Amendolana nær og gjørist hereftir ein av teimum týdningarmiklastu politikarunum og leiðandi umboð fyri tann moderata-sosialdemokratiska vongin í flokkinum, tann sonevndi "Miglioristi". Napolitani gekk aktivt inn fyri, at flokkurin tók navnabroyting til "Democratici di Sinistra" (vinstrademokratarnir). Í sínum egna flokki varð hann fyri atfinningum fyri at vera ov USA-vinarligur. Frá 1992 til 1994 var Napolitano formaður fyri tað italska parlamentið og frá 1996 til 1998 var hann innlendismálaráðharri. Han var limur í Evroparáðnum frá 1999 til 2004. Í oktober 2005 varð hann útnevndur til senator fyri lívið av táverandi forsetanum Carlo Azeglio Ciampi saman við Sergio Pininfarina. 7. mai 2006 skeyt Romano Prodi hann upp sum kompromiskandidat sum italienskur forseti, og hann varð valdur við fjórðu atkvøðugreiðslu hin 10. mai. Hin 20. apríl 2013 varð hann endurvaldur fyri eitt 7 ára skeið sum forseti Italiu og svór fyri aðru ferð eið sum landsins forseti hin 22. apríl sama ár. Hann er giftur við Clio Maria Bittoni og hevur tveir synir. 380 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. Árstal: 385 f.Kr. 384 f.Kr. 383 f.Kr. 382 f.Kr. 381 f.Kr. - 380 f.Kr. - 379 f.Kr. 378 f.Kr. 377 f.Kr. 376 f.Kr. 375 f.Kr. 381 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. Árstal: 386 f.Kr. 385 f.Kr. 384 f.Kr. 383 f.Kr. 382 f.Kr. - 381 f.Kr. - 380 f.Kr. 379 f.Kr. 378 f.Kr. 377 f.Kr. 376 f.Kr. 382 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. Árstal: 387 f.Kr. 386 f.Kr. 385 f.Kr. 384 f.Kr. 383 f.Kr. - 382 f.Kr. - 381 f.Kr. 380 f.Kr. 379 f.Kr. 378 f.Kr. 377 f.Kr. 383 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. Árstal: 388 f.Kr. 387 f.Kr. 386 f.Kr. 385 f.Kr. 384 f.Kr. - 383 f.Kr. - 382 f.Kr. 381 f.Kr. 380 f.Kr. 379 f.Kr. 378 f.Kr. 384 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. Árstal: 389 f.Kr. 388 f.Kr. 387 f.Kr. 386 f.Kr. 385 f.Kr. - 384 f.Kr. - 383 f.Kr. 382 f.Kr. 381 f.Kr. 380 f.Kr. 379 f.Kr. 385 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. Árstal: 390 f.Kr. 389 f.Kr. 388 f.Kr. 387 f.Kr. 386 f.Kr. - 385 f.Kr. - 384 f.Kr. 383 f.Kr. 382 f.Kr. 381 f.Kr. 380 f.Kr. 386 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. Árstal: 391 f.Kr. 390 f.Kr. 389 f.Kr. 388 f.Kr. 387 f.Kr. - 386 f.Kr. - 385 f.Kr. 384 f.Kr. 383 f.Kr. 382 f.Kr. 381 f.Kr. 387 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. Árstal: 392 f.Kr. 391 f.Kr. 390 f.Kr. 389 f.Kr. 388 f.Kr. - 387 f.Kr. - 386 f.Kr. 385 f.Kr. 384 f.Kr. 383 f.Kr. 382 f.Kr. 388 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. Árstal: 393 f.Kr. 392 f.Kr. 391 f.Kr. 390 f.Kr. 389 f.Kr. - 388 f.Kr. - 387 f.Kr. 386 f.Kr. 385 f.Kr. 384 f.Kr. 383 f.Kr. 389 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. - 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. 330-árini f.Kr. Árstal: 394 f.Kr. 393 f.Kr. 392 f.Kr. 391 f.Kr. 390 f.Kr. - 389 f.Kr. - 388 f.Kr. 387 f.Kr. 386 f.Kr. 385 f.Kr. 384 f.Kr. Sandra Kim. Sandra Caldarone, fødd 15. oktober 1972, betri kend sum Sandra Kim, er ein belgisk songkvinna av italskum uppruna. Sandra er kend fyri at vinna Eurovision Song Contest í 1986 við sanginum "J'aime la vie", tá hon var bert 13 ára gomul. Kappingin varð hildin í Bergen í Noregi. Lívs- og starvsleið. Sandra var fødd í Montegnée, nær Liège í Belgia tann 15. oktober 1972, og byrjaði at syngja sum 7 ára gomul. Tá hon vann Eurovision, var hon bert 13 ára gomul, sjálvt um teksturin í sangi hennara "J'aime la vie" (Eg elski lívið) segði hana vera 15 ár. Nakað sum Sveis insendi eina klagu til EBU (European Broadcasting Union) um, og kravdi at hon bleiv diskvalifiserað, eftir at sannleikin kom fram í ljósið. Onki varð tó gjørt við hesa klagu, og er Sandra Kim enn yngsti Eurovision vinnari nakrantíð. Reglarnir í Eurovision vóru seinni broyttir soleiðis, at ein skuldi hava fylt 16 ár fyri at luttaka, og børn og ung kundu ístaðin luttaka í Junior Eurovison Song Contest. Sandra var gift Olivier Gerard frá 1994 till 1995. Hon hevur síðani 2001 verið gift Jurgen Delanghe. Kim framførdi á "Yamaha Music Festival" í Tokyo í Japan heystið 1986, har hon sang tittull sangin hjá fronsku teknimyndarøðini "Il était une fois... la vie. "Í 2011 gav hon út fløguna "Make Up". Fløgan inniheldur sangir, ið eru skrivaðir av fleiri kendum belgiskum listafólki, sum Salvatore Adamo, Dani Klein (Vaya Con dios), Ozark Henry, Anthony Sinatra (Piano Club), Jacques Duval and David Bartholomé (Sharko). Ísland í Eurovision Song Contest. Ísland hevur luttikið í Eurovision Song Contest 27 ferðir. Tey vóru við fyrstu ferð í 1986, og hava verið við hvørt ár, burtursæð frá í 1998 og 2002, tá stigatal teirra var ov lágt at sleppa við. Maurizio Malvestiti. Malvestiti tann dagin hann varð vígdur sum biskupur. Maurizio Malvestiti (føddur 25. august 1953) er ein italskur biskupur í tí katólsku kirkjuni í sóknini Lodi. Hann hevur verið biskupur har síðan 26. august 2014. Undanmaður hansara var Giuseppe Merisi. Hann varð føddur í Marne av Filago í 1953, og varð doyptur í Bartolomæus kirkjuni. Hann varð prestvígdur í 1977 og helt fram við teologiska lesnaðinum í Róm. Frá 1994 til 2009 var hann í starvi hjá Kongresjónini hjá teimum Eysturlendsku Kirkjunum. Hin 19. juni 2009 gjørdist hann undir-skrivari hjá kongresjónini. Hin 26. august 2014 útnevndi Frans pávi hann sum nýggjan biskup av Lodi. Leonardo Sandri vígdi hann hin 11. oktober 2014 í Pæturskirkjuni, og varð hann settur inn í Lodi hin 26. oktober. Lodi. Lodi (lombardeisiskt mál: "Lòd") er ein býur og kommuna í Lombardia, í Norður-Italiu, sum liggur 35 kilometrar í ein landsynning av Milano. Tann 31. desember 2013 búðu 43.465 fólk har. Størsti parturin av Lodi liggur við vestara áarbakka av Adda ánni. Vørur frá Lodi. Ein av best dámdu vørunum frá Lodi er "Granone Lodigiano", ið er ein ostur, ið minnir um Parmesan ostin. Granone Lodigiano verður skorin sum tunt pappír, tá ið hann verður serveraður og nevnist tá "Raspadüra". Ein onnur vetrarvøra frá Lodi er "Filsòn", ið er valnøtir ið eru turkaðar og royktar og hanga saman í longum røðum. Tær verða seldar í vetrarferiuni, á San Bassiano degnum hvørt ár hin 19. januar. Ein onnur vøra frá Lodi er ein turr valnøtukøka, ið nevnist "Tortionata". 390-árini f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. - 4. øld f.Kr. - 3. øld Áratíggju: 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. Ár: 399 f.Kr. 398 f.Kr. 397 f.Kr. 396 f.Kr. 395 f.Kr. 394 f.Kr. 393 f.Kr. 392 f.Kr. 391 f.Kr. 390 f.Kr. 390 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. Árstal: 395 f.Kr. 394 f.Kr. 393 f.Kr. 392 f.Kr. 391 f.Kr. - 390 f.Kr. - 389 f.Kr. 388 f.Kr. 387 f.Kr. 386 f.Kr. 385 f.Kr. 391 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. Árstal: 396 f.Kr. 395 f.Kr. 394 f.Kr. 393 f.Kr. 392 f.Kr. - 391 f.Kr. - 390 f.Kr. 389 f.Kr. 388 f.Kr. 387 f.Kr. 386 f.Kr. 392 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. Árstal: 397 f.Kr. 396 f.Kr. 395 f.Kr. 394 f.Kr. 393 f.Kr. - 392 f.Kr. - 391 f.Kr. 390 f.Kr. 389 f.Kr. 388 f.Kr. 387 f.Kr. 393 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. Árstal: 398 f.Kr. 397 f.Kr. 396 f.Kr. 395 f.Kr. 394 f.Kr. - 393 f.Kr. - 392 f.Kr. 391 f.Kr. 390 f.Kr. 389 f.Kr. 388 f.Kr. 394 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. Árstal: 399 f.Kr. 398 f.Kr. 397 f.Kr. 396 f.Kr. 395 f.Kr. - 394 f.Kr. - 393 f.Kr. 392 f.Kr. 391 f.Kr. 390 f.Kr. 389 f.Kr. 395 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. Árstal: 400 f.Kr. 399 f.Kr. 398 f.Kr. 397 f.Kr. 396 f.Kr. - 395 f.Kr. - 394 f.Kr. 393 f.Kr. 392 f.Kr. 391 f.Kr. 390 f.Kr. Václav Havel. Václav Havel (føddur 5. oktober 1936 í Prag, deyður 18. desember 2011 í Hrádeček í Hradec Králové, var ein kekkiskur politikari, rithøvundur og dramatikari. Havel var forseti í Kekkoslovakia 1989-1992 og forseti í Kekkia 1993-2003, eftir at Kekkoslovakia fór í tvíningar. Hann var ein av teimum leiðandi persónunum í borgararættindarøsluni Charta 77. Havel fekk eina langa røð av heiðurslønum fyri sítt stríð fyri demokrati og mannarættindi. Eftir Floyalskollveltingina, ið markeraði fallið hjá kommunismuni í Tjekkoslovakínum í 1989, gjørdist hann leiðari av tí breiða, demokratiska flokkinum Borgaraforum (Občanské fórum). Sum rithøvundur skrivaði hann eitt nú sjónleikir, yrkingar og ritroyndir. Hann fekk sítt gjøgnumbrot sum dramatikari í 1963 við sjónleikinum Havaveitslan (Zahradní slavnost). Síðan útgav hann Memorandum (Vyrozumění) í 1965, sum er ein av hansara kendastu sjónleikum. 400-árini f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. - 5. øld f.Kr. - 4. øld f.Kr. Áratíggju: 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. Ár: 409 f.Kr. 408 f.Kr. 407 f.Kr. 406 f.Kr. 405 f.Kr. 404 f.Kr. 403 f.Kr. 402 f.Kr. 401 f.Kr. 400 f.Kr. 396 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. Árstal: 401 f.Kr. 400 f.Kr. 399 f.Kr. 398 f.Kr. 397 f.Kr. - 396 f.Kr. - 395 f.Kr. 394 f.Kr. 393 f.Kr. 392 f.Kr. 391 f.Kr. 397 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. Árstal: 402 f.Kr. 401 f.Kr. 400 f.Kr. 399 f.Kr. 398 f.Kr. - 397 f.Kr. - 396 f.Kr. 395 f.Kr. 394 f.Kr. 393 f.Kr. 392 f.Kr. 398 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. Árstal: 403 f.Kr. 402 f.Kr. 401 f.Kr. 400 f.Kr. 399 f.Kr. - 398 f.Kr. - 397 f.Kr. 396 f.Kr. 395 f.Kr. 394 f.Kr. 393 f.Kr. 399 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. - 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. 340-árini f.Kr. Árstal: 404 f.Kr. 403 f.Kr. 402 f.Kr. 401 f.Kr. 400 f.Kr. - 399 f.Kr. - 398 f.Kr. 397 f.Kr. 396 f.Kr. 395 f.Kr. 394 f.Kr. 400 f.Kr.. Øldir: 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. – 3. øld f.Kr. Áratíggju: 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. Árstal: 405 f.Kr. 404 f.Kr. 403 f.Kr. 402 f.Kr. 401 f.Kr. - 400 f.Kr. - 399 f.Kr. 398 f.Kr. 397 f.Kr. 396 f.Kr. 395 f.Kr. 401 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. Árstal: 406 f.Kr. 405 f.Kr. 404 f.Kr. 403 f.Kr. 402 f.Kr. - 401 f.Kr. - 400 f.Kr. 399 f.Kr. 398 f.Kr. 397 f.Kr. 396 f.Kr. 402 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. Árstal:407 f.Kr. 406 f.Kr. 405 f.Kr. 404 f.Kr. 403 f.Kr. - 402 f.Kr. - 401 f.Kr. 400 f.Kr. 399 f.Kr. 398 f.Kr. 397 f.Kr. 403 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. Árstal: 408 f.Kr. 407 f.Kr. 406 f.Kr. 405 f.Kr. 404 f.Kr. - 403 f.Kr. - 402 f.Kr. 401 f.Kr. 400 f.Kr. 399 f.Kr. 398 f.Kr. 404 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. Árstal: 409 f.Kr. 408 f.Kr. 407 f.Kr. 406 f.Kr. 405 f.Kr. - 404 f.Kr. - 403 f.Kr. 402 f.Kr. 401 f.Kr. 400 f.Kr. 399 f.Kr. 405 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. Árstal: 410 f.Kr. 409 f.Kr. 408 f.Kr. 407 f.Kr. 406 f.Kr. - 405 f.Kr. - 404 f.Kr. 403 f.Kr. 402 f.Kr. 401 f.Kr. 400 f.Kr. 406 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. Árstal: 411 f.Kr. 410 f.Kr. 409 f.Kr. 408 f.Kr. 407 f.Kr. - 406 f.Kr. - 405 f.Kr. 404 f.Kr. 403 f.Kr. 402 f.Kr. 401 f.Kr. 407 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. Árstal: 412 f.Kr. 411 f.Kr. 410 f.Kr. 409 f.Kr. 408 f.Kr. - 407 f.Kr. - 406 f.Kr. 405 f.Kr. 404 f.Kr. 403 f.Kr. 402 f.Kr. 408 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. Árstal: 413 f.Kr. 412 f.Kr. 411 f.Kr. 410 f.Kr. 409 f.Kr. - 408 f.Kr. - 407 f.Kr. 406 f.Kr. 405 f.Kr. 404 f.Kr. 403 f.Kr. 409 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. - 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. 350-árini f.Kr. Árstal: 414 f.Kr. 413 f.Kr. 412 f.Kr. 411 f.Kr. 410 f.Kr. - 409 f.Kr. - 408 f.Kr. 407 f.Kr. 406 f.Kr. 405 f.Kr. 404 f.Kr. 410-árini f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. - 5. øld f.Kr. - 4. øld Áratíggju: 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. Ár: 419 f.Kr. 418 f.Kr. 417 f.Kr. 416 f.Kr. 415 f.Kr. 414 f.Kr. 413 f.Kr. 412 f.Kr. 411 f.Kr. 410 f.Kr. 410 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. Árstal: 415 f.Kr. 414 f.Kr. 413 f.Kr. 412 f.Kr. 411 f.Kr. - 410 f.Kr. - 409 f.Kr. 408 f.Kr. 407 f.Kr. 406 f.Kr. 405 f.Kr. 411 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. Árstal: 416 f.Kr. 415 f.Kr. 414 f.Kr. 413 f.Kr. 412 f.Kr. - 411 f.Kr. - 410 f.Kr. 409 f.Kr. 408 f.Kr. 407 f.Kr. 406 f.Kr. 412 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. Árstal: 417 f.Kr. 416 f.Kr. 415 f.Kr. 414 f.Kr. 413 f.Kr. - 412 f.Kr. - 411 f.Kr. 410 f.Kr. 409 f.Kr. 408 f.Kr. 407 f.Kr. 413 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. Árstal: 418 f.Kr. 417 f.Kr. 416 f.Kr. 415 f.Kr. 414 f.Kr. - 413 f.Kr. - 412 f.Kr. 411 f.Kr. 410 f.Kr. 409 f.Kr. 408 f.Kr. 414 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. Árstal: 419 f.Kr. 418 f.Kr. 417 f.Kr. 416 f.Kr. 415 f.Kr. - 414 f.Kr. - 413 f.Kr. 412 f.Kr. 411 f.Kr. 410 f.Kr. 409 f.Kr. Magdalena Ogórek. Magdalena Agnieszka Ogórek (fødd 23. februar 1979 í Rybnik) er ein pólskur søgufrøðingur og politikari. Hon er gift við Piotr Mochnaczewski. 415 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. Árstal: 420 f.Kr. 419 f.Kr. 418 f.Kr. 417 f.Kr. 416 f.Kr. - 415 f.Kr. - 414 f.Kr. 413 f.Kr. 412 f.Kr. 411 f.Kr. 410 f.Kr. 416 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. Árstal: 421 f.Kr. 420 f.Kr. 419 f.Kr. 418 f.Kr. 417 f.Kr. - 416 f.Kr. - 415 f.Kr. 414 f.Kr. 413 f.Kr. 412 f.Kr. 411 f.Kr. 417 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. Árstal: 422 f.Kr. 421 f.Kr. 420 f.Kr. 419 f.Kr. 418 f.Kr. - 417 f.Kr. - 416 f.Kr. 415 f.Kr. 414 f.Kr. 413 f.Kr. 412 f.Kr. 418 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. Árstal: 423 f.Kr. 422 f.Kr. 421 f.Kr. 420 f.Kr. 419 f.Kr. - 418 f.Kr. - 417 f.Kr. 416 f.Kr. 415 f.Kr. 414 f.Kr. 413 f.Kr. 419 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. - 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. 360-árini f.Kr. Árstal: 424 f.Kr. 423 f.Kr. 422 f.Kr. 421 f.Kr. 420 f.Kr. - 419 f.Kr. - 418 f.Kr. 417 f.Kr. 416 f.Kr. 415 f.Kr. 414 f.Kr. 420 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. Árstal: 425 f.Kr. 424 f.Kr. 423 f.Kr. 422 f.Kr. 421 f.Kr. - 420 f.Kr. - 419 f.Kr. 418 f.Kr. 417 f.Kr. 416 f.Kr. 415 f.Kr. 421 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. Árstal: 426 f.Kr. 425 f.Kr. 424 f.Kr. 423 f.Kr. 422 f.Kr. - 421 f.Kr. - 420 f.Kr. 419 f.Kr. 418 f.Kr. 417 f.Kr. 416 f.Kr. 422 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. Árstal: 427 f.Kr. 426 f.Kr. 425 f.Kr. 424 f.Kr. 423 f.Kr. - 422 f.Kr. - 421 f.Kr. 420 f.Kr. 419 f.Kr. 418 f.Kr. 417 f.Kr. 423 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. Árstal: 428 f.Kr. 427 f.Kr. 426 f.Kr. 425 f.Kr. 424 f.Kr. - 423 f.Kr. - 422 f.Kr. 421 f.Kr. 420 f.Kr. 419 f.Kr. 418 f.Kr. 424 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. Árstal: 429 f.Kr. 428 f.Kr. 427 f.Kr. 426 f.Kr. 425 f.Kr. - 424 f.Kr. - 423 f.Kr. 422 f.Kr. 421 f.Kr. 420 f.Kr. 419 f.Kr. 425 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. Árstal: 430 f.Kr. 429 f.Kr. 428 f.Kr. 427 f.Kr. 426 f.Kr. - 425 f.Kr. - 424 f.Kr. 423 f.Kr. 422 f.Kr. 421 f.Kr. 420 f.Kr. 426 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. Árstal: 431 f.Kr. 430 f.Kr. 429 f.Kr. 428 f.Kr. 427 f.Kr. - 426 f.Kr. - 425 f.Kr. 424 f.Kr. 423 f.Kr. 422 f.Kr. 421 f.Kr. 427 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. Árstal: 432 f.Kr. 431 f.Kr. 430 f.Kr. 429 f.Kr. 428 f.Kr. - 427 f.Kr. - 426 f.Kr. 425 f.Kr. 424 f.Kr. 423 f.Kr. 422 f.Kr. 428 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. Árstal: 433 f.Kr. 432 f.Kr. 431 f.Kr. 430 f.Kr. 429 f.Kr. - 428 f.Kr. - 427 f.Kr. 426 f.Kr. 425 f.Kr. 424 f.Kr. 423 f.Kr. 429 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. Árstal: 434 f.Kr. 433 f.Kr. 432 f.Kr. 431 f.Kr. 430 f.Kr. - 429 f.Kr. - 428 f.Kr. 427 f.Kr. 426 f.Kr. 425 f.Kr. 424 f.Kr. 430 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. Árstal: 435 f.Kr. 434 f.Kr. 433 f.Kr. 432 f.Kr. 431 f.Kr. - 430 f.Kr. - 429 f.Kr. 428 f.Kr. 427 f.Kr. 426 f.Kr. 425 f.Kr. 431 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. Árstal: 436 f.Kr. 435 f.Kr. 434 f.Kr. 433 f.Kr. 432 f.Kr. - 431 f.Kr. - 430 f.Kr. 429 f.Kr. 428 f.Kr. 427 f.Kr. 426 f.Kr. 432 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. Árstal: 437 f.Kr. 436 f.Kr. 435 f.Kr. 434 f.Kr. 433 f.Kr. - 432 f.Kr. - 431 f.Kr. 430 f.Kr. 429 f.Kr. 428 f.Kr. 427 f.Kr. 433 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. Árstal: 438 f.Kr. 437 f.Kr. 436 f.Kr. 435 f.Kr. 434 f.Kr. - 433 f.Kr. - 432 f.Kr. 431 f.Kr. 430 f.Kr. 429 f.Kr. 428 f.Kr. 434 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. Árstal: 439 f.Kr. 438 f.Kr. 437 f.Kr. 436 f.Kr. 435 f.Kr. - 434 f.Kr. - 433 f.Kr. 432 f.Kr. 431 f.Kr. 430 f.Kr. 429 f.Kr. 420-árini f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. - 5. øld f.Kr. - 4. øld Áratíggju: 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. - 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. 370-árini f.Kr. Ár: 429 f.Kr. 428 f.Kr. 427 f.Kr. 426 f.Kr. 425 f.Kr. 424 f.Kr. 423 f.Kr. 422 f.Kr. 421 f.Kr. 420 f.Kr. 430-árini f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. - 5. øld f.Kr. - 4. øld Áratíggju: 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. Ár: 439 f.Kr. 438 f.Kr. 437 f.Kr. 436 f.Kr. 435 f.Kr. 434 f.Kr. 433 f.Kr. 432 f.Kr. 431 f.Kr. 430 f.Kr. 435 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. Árstal: 440 f.Kr. 439 f.Kr. 438 f.Kr. 437 f.Kr. 436 f.Kr. - 435 f.Kr. - 434 f.Kr. 433 f.Kr. 432 f.Kr. 431 f.Kr. 430 f.Kr. 436 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. Árstal: 441 f.Kr. 440 f.Kr. 439 f.Kr. 438 f.Kr. 437 f.Kr. - 436 f.Kr. - 435 f.Kr. 434 f.Kr. 433 f.Kr. 432 f.Kr. 431 f.Kr. 437 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. Árstal: 442 f.Kr. 441 f.Kr. 440 f.Kr. 439 f.Kr. 438 f.Kr. - 437 f.Kr. - 436 f.Kr. 435 f.Kr. 434 f.Kr. 433 f.Kr. 432 f.Kr. 438 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. Árstal: 443 f.Kr. 442 f.Kr. 441 f.Kr. 440 f.Kr. 439 f.Kr. - 438 f.Kr. - 437 f.Kr. 436 f.Kr. 435 f.Kr. 434 f.Kr. 433 f.Kr. 439 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. - 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. 380-árini f.Kr. Árstal: 444 f.Kr. 443 f.Kr. 442 f.Kr. 441 f.Kr. 440 f.Kr. - 439 f.Kr. - 438 f.Kr. 437 f.Kr. 436 f.Kr. 435 f.Kr. 434 f.Kr. 440 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. Árstal: 445 f.Kr. 444 f.Kr. 443 f.Kr. 442 f.Kr. 441 f.Kr. - 440 f.Kr. - 439 f.Kr. 438 f.Kr. 437 f.Kr. 436 f.Kr. 435 f.Kr. 441 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. Árstal: 446 f.Kr. 445 f.Kr. 444 f.Kr. 443 f.Kr. 442 f.Kr. - 441 f.Kr. - 440 f.Kr. 439 f.Kr. 438 f.Kr. 437 f.Kr. 436 f.Kr. 442 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. Árstal: 447 f.Kr. 446 f.Kr. 445 f.Kr. 444 f.Kr. 443 f.Kr. - 442 f.Kr. - 441 f.Kr. 440 f.Kr. 439 f.Kr. 438 f.Kr. 437 f.Kr. 440-árini f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. - 5. øld f.Kr. - 4. øld Áratíggju: 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. Ár: 449 f.Kr. 448 f.Kr. 447 f.Kr. 446 f.Kr. 445 f.Kr. 444 f.Kr. 443 f.Kr. 442 f.Kr. 441 f.Kr. 440 f.Kr. 450-árini f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. - 5. øld f.Kr. - 4. øld Áratíggju: 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. Ár: 459 f.Kr. 458 f.Kr. 457 f.Kr. 456 f.Kr. 455 f.Kr. 454 f.Kr. 453 f.Kr. 452 f.Kr. 451 f.Kr. 450 f.Kr. 460-árini f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. - 5. øld f.Kr. - 4. øld Áratíggju: 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. Ár: 469 f.Kr. 468 f.Kr. 467 f.Kr. 466 f.Kr. 465 f.Kr. 464 f.Kr. 463 f.Kr. 462 f.Kr. 461 f.Kr. 460 f.Kr. 470-árini f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. - 5. øld f.Kr. - 4. øld Áratíggju: 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. Ár: 479 f.Kr. 478 f.Kr. 477 f.Kr. 476 f.Kr. 475 f.Kr. 474 f.Kr. 473 f.Kr. 472 f.Kr. 471 f.Kr. 470 f.Kr. 480-árini f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. - 5. øld f.Kr. - 4. øld Áratíggju: 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. Ár: 489 f.Kr. 488 f.Kr. 487 f.Kr. 486 f.Kr. 485 f.Kr. 484 f.Kr. 483 f.Kr. 482 f.Kr. 481 f.Kr. 480 f.Kr. 490-árini f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. - 5. øld f.Kr. - 4. øld Áratíggju: 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. Ár: 499 f.Kr. 498 f.Kr. 497 f.Kr. 496 f.Kr. 495 f.Kr. 494 f.Kr. 493 f.Kr. 492 f.Kr. 491 f.Kr. 490 f.Kr. 443 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. Árstal: 448 f.Kr. 447 f.Kr. 446 f.Kr. 445 f.Kr. 444 f.Kr. - 443 f.Kr. - 442 f.Kr. 441 f.Kr. 440 f.Kr. 439 f.Kr. 438 f.Kr. Stephen King. Stephen Edwin King (føddur 21. september, 1947 í Portland Maine), er ein amerikanskur rithøvundur, ið er best kendur fyri sínar ræðusøgur. Kona hansara er rithøvundurin Tabitha King, tey búgva í Bangor, Maine í USA. Bøkurnar hjá Stephen King er sera væl dámdar og eru millum tær best seljandi bøkurnar nakrantíð. Hann hevur eisini skrivað handrit til filmar og sjónvarpsrøðir. Høvuðspersónarnir í søgum Kings eru ofta vanlig miðalklassafamiljur, børn og ofta rithøvundar, ið koma út fyri ræðuligum hendingum. Hann hevur tó eisini skrivað søgur ið ikki snúgva seg um yvirnáttúrlig evni. Fyrsta skaldsøga hansara, Carrie, kom út í 1974. Lívssøga. Stephen KIng er sonur Donald og Nellie Ruth Pillsbury King. Tá hann var tvey ára gamal, flutti pápi hansara frá teimum, og mamman var einsamøll um at uppala Stephen og tvey ár eldri adoptivbeiggja hansara, David. Stephen byrjaði at skriva longu meðan hann var smádrongur. Tá ið hann var 13-ára gamal fann hann ein kassa við bókum, ið pápi hansara hevði átt, og har vóru fleiri ræðuskaldsøgur og framtíðarsøgur, sum honum dámdi væl at lesa. Frá 1966 til 1970 las hann enskt á University of Maine í Orono. Tey síðstu árini, meðan hann las, skrivaði hann eina klummu, "King's Garbage Truck" (skrellubilurin hjá King), í univeristetsblaðnum "THE MAINE CAMPUS”. Hann var eisini aktivur limur í næmingaráðnum. Hann møtti Tabitha Spruce á bókasavninum á univeristetinum, har ið tey bæði starvaðust, meðan tey vóru lesandi. Tey giftust í januar 1971. Hann skrivaði um sína lestrartíð í seinna parti av Hearts in Atlantis. Eftir at hann var liðugur sum bachelor í enskum, fór hann til sessión hjá militerinum, men tey mettu hann ikki vera egnaðan til hertænastu orsakað av ov høgum blóðtrýsti, brostnari trummuhindu, aðrar orsøkir vóru niðursett sjón og plattføtur. Eftir at hann var liðugur við útbúgvingina, fekk hann ikki nakað arbeiði innan fyri tað ið hann hevði lisið, hann kundi eitt nú undirvísa á studentaskúlum, so í staðin fór hann at arbeiða ídnaðarvaskarí, hagani hann fekk íblástur til stuttsøguna "The Mangler." Hann og familjan búðu tá í einum kampingvogni og livdu av hansara løn og hennara lestrarláni og uppsparing, og harafturat vann hann sær nakað av peningi við at skriva søgur fyri mannfólkatíðarrit. Fyrstu professionellu søgu sína, The Glass Floor, seldi hann til "Startling Mystery Stories " í 1967. 444 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. Árstal: 449 f.Kr. 448 f.Kr. 447 f.Kr. 446 f.Kr. 445 f.Kr. - 444 f.Kr. - 443 f.Kr. 442 f.Kr. 441 f.Kr. 440 f.Kr. 439 f.Kr. 445 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. Árstal: 450 f.Kr. 449 f.Kr. 448 f.Kr. 447 f.Kr. 446 f.Kr. - 445 f.Kr. - 444 f.Kr. 443 f.Kr. 442 f.Kr. 441 f.Kr. 440 f.Kr. 446 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. Árstal: 451 f.Kr. 450 f.Kr. 449 f.Kr. 448 f.Kr. 447 f.Kr. - 446 f.Kr. - 445 f.Kr. 444 f.Kr. 443 f.Kr. 442 f.Kr. 441 f.Kr. 447 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. Árstal: 452 f.Kr. 451 f.Kr. 450 f.Kr. 449 f.Kr. 448 f.Kr. - 447 f.Kr. - 446 f.Kr. 445 f.Kr. 444 f.Kr. 443 f.Kr. 442 f.Kr. 448 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. Árstal: 453 f.Kr. 452 f.Kr. 451 f.Kr. 450 f.Kr. 449 f.Kr. - 448 f.Kr. - 447 f.Kr. 446 f.Kr. 445 f.Kr. 444 f.Kr. 443 f.Kr. 449 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. - 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. 390-árini f.Kr. Árstal: 454 f.Kr. 453 f.Kr. 452 f.Kr. 451 f.Kr. 450 f.Kr. - 449 f.Kr. - 448 f.Kr. 447 f.Kr. 446 f.Kr. 445 f.Kr. 444 f.Kr. 450 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. Árstal: 455 f.Kr. 454 f.Kr. 453 f.Kr. 452 f.Kr. 451 f.Kr. - 450 f.Kr. - 449 f.Kr. 448 f.Kr. 447 f.Kr. 446 f.Kr. 445 f.Kr. Piacenza. Piacenza (emilianeisiskt mál: "Piasëinsa") er ein býur og kommuna í regiónini Emilia-Romagna í Norðuritaliu, og er høvuðsstaður í landslutinum Piacenza. Býurin liggur 80 kilometrar í ein landsynning av Milano. Tann 30. april 2014 búðu 102 385 fólk har. Piacenza liggur á háslættanum við ánna Po ánna hevur mark til kommunurnar Calendasco, Caorso, Caselle Landi, Corno Giovine, Gossolengo, Gragnano Trebbiense, Podenzano, Pontenure, Rottofreno, San Rocco al Porto og Santo Stefano Lodigiano. Søga. Býurin Piacenza varð stovnaður í 218 f.Kr. sum eitt rómverskt hjáland, "Colonia Placentia", og gjørdist eitt týðandi knútapunkt í tí rómversku vegaskipanini á Poslættuni. Býurin gjørdist partur av ríkinum hjá langobarnenum og frankunum og bleiv stýrdur av biskupum frá 997. Í 1100-talinum gjørdist Piacenza sjálvstøðug tjóð og blómaði í 1200-talinum orsakað av einum ríkum handilslívi. Piacenza hoyrdi til lombardiska statsforbundið og kom í 1512 undir húsið Visconti, sama ár vann pávin Julius II valdið á býnum, sum tíðarskeiðini 1545-1808 og 1814-1860 var partur av hertugadøminum Parma og Piacenza. Lombardia. Lombardia er ein av teimum 20 regiónunum í Italia og liggur í norðara partinum av landinum. Lombardia liggur ímillum Alpurnar og Po-dalin. Høvuðsstaðurin í Lombardia er Milano. Regiónin er býtt upp í 12 landslutir, ið aftur at uppbýttir í 1.562 kommunur ("comuni") við Milano sum størstu kommunu við 1,3 milliónum íbúgvum. Lombardia fevnir um eitt øki á 24.000 km² og hevur nærum 10 milliónir íbúgvar. Regiónin er tann næstfólkaríkasta í Italia, ein sættapartur av íbúgvunum í Italia búgva í regiónini. Umleið ein fimtapartur av BTÚ hjá Italia verður framleitt í Lombardia, tað ger regiónina til ta ríkastu í Italia. Milano. Milano (á lombardiskum: "Milan") er næstmest fólkaði býur í Italia, høvuðsbýur í landslutinum Milano og høvuðsstaður í regiónini Lombardia. Sjálvur býurin Milano hevur eitt fólkatal á umleið 1,3 milliónir, meðan alt stórbýarøkið Milano er fimt størstur í ES við einum fólkatali á umleið 5.264.000. Sagt verður eisini, at um allir forstaðir vera taldir við, so er fólkatalið millum 7 og 10 milliónir fólk og strekkir seg yvir landlutirnir Milano, Bergamo, Como, Lecco, Lodi, Monza og Brianza, Pavia, Varese, Novara. Sagt verður, at stórbýarøkið Milano er partur av tí sonevndu "Blue Banana", ið er tað øki av Evropa við tí hægsta fólkatalinum og tættleika viðvíkjandi ídnaði. Býurin Milano liggur við ánna Olona. Í býnum er ein av kendastu operapallum í heiminum, Teatro alla Scala ella "La Scala". Búskapur. Milano er miðdepil fyri nógvar altjóða fyritøkur, og í býnum er 45% av vinnulívinum í Lombardia regiónini. Lokalar skrivstovur hjá Italia vegna fyritøkurnar Google och Yahoo! eru at finna í býnum. Milano er eisini ein altjóða miðdepil fyri mótaídnaðin við meira enn 12.000 fyritøkum við stórum mótahúsum sum Giorgio Armani, Dolce & Gabbana, Prada, Gianni Versace og Valentino. Í Milano er eisini meira siðbundin verkstaðarídnaður sum Alfa Romeo og Pirelli. AC Milan. AC Milan eftir at teir vunnu UEFA Champions League 2002–03 Associazione Calcio Milan, betri kent sum AC Milan, er eitt italskt fótbóltsfelag úr Milano í Norðuritalia. Felagið er eitt feløgunum í Seriu A ið hevur klárað seg best, við 18 meistaraheitum, 16 øðrumplássum og 13 triðjaplássum. Burtursæð frá tveimum sesongum í Seriu B fyrst í 1980-árunum hevur liðið alla tíðina hildið seg í bestu deildini. Bara Juventus við 29 meistaraheitum hevur betri úrslit enn AC Milan í Serie A. 451 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. Árstal: 456 f.Kr. 455 f.Kr. 454 f.Kr. 453 f.Kr. 452 f.Kr. - 451 f.Kr. - 450 f.Kr. 449 f.Kr. 448 f.Kr. 447 f.Kr. 446 f.Kr. 452 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. Árstal: 457 f.Kr. 456 f.Kr. 455 f.Kr. 454 f.Kr. 453 f.Kr. - 452 f.Kr. - 451 f.Kr. 450 f.Kr. 449 f.Kr. 448 f.Kr. 447 f.Kr. 453 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. Árstal: 458 f.Kr. 457 f.Kr. 456 f.Kr. 455 f.Kr. 454 f.Kr. - 453 f.Kr. - 452 f.Kr. 451 f.Kr. 450 f.Kr. 449 f.Kr. 448 f.Kr. 454 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. Árstal: 459 f.Kr. 458 f.Kr. 457 f.Kr. 456 f.Kr. 455 f.Kr. - 454 f.Kr. - 453 f.Kr. 452 f.Kr. 451 f.Kr. 450 f.Kr. 449 f.Kr. 455 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. Árstal: 460 f.Kr. 459 f.Kr. 458 f.Kr. 457 f.Kr. 456 f.Kr. - 455 f.Kr. - 454 f.Kr. 453 f.Kr. 452 f.Kr. 451 f.Kr. 450 f.Kr. 456 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. Árstal: 461 f.Kr. 460 f.Kr. 459 f.Kr. 458 f.Kr. 457 f.Kr. - 456 f.Kr. - 455 f.Kr. 454 f.Kr. 453 f.Kr. 452 f.Kr. 451 f.Kr. Schwesta Ewa. Ewa Malanda (føðinavn: "Ewa Müller"), betri kend sum Schwesta Ewa (fødd 16. juli 1984 í Koszalin) er ein pólsk hip-hopsongkvinna og rappari. Hon er fødd í Póllandi, og er elst av trimum systkjum. Sum barn flutti hon til Týsklands, meiningin var, at familjan skuldi flyta til USA, men tað bleiv av ongum. Eftir at hon var liðug við student, flutti hon til Frankfurt am Main, har hon gjørdist prostituerað og gjørdist misnýtari av crack. Hon kláraði sjálv at koma burturúr misbrúkinum. Hon gjørdist rappari og hevur útgivið eitt mixband og í 2015 útgav hon sítt fyrsta album, sum gjørdist nummar 11 í Týsklandi. 457 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. Árstal: 462 f.Kr. 461 f.Kr. 460 f.Kr. 459 f.Kr. 458 f.Kr. - 457 f.Kr. - 456 f.Kr. 455 f.Kr. 454 f.Kr. 453 f.Kr. 452 f.Kr. 458 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. Árstal: 463 f.Kr. 462 f.Kr. 461 f.Kr. 460 f.Kr. 459 f.Kr. - 458 f.Kr. - 457 f.Kr. 456 f.Kr. 455 f.Kr. 454 f.Kr. 453 f.Kr. 459 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. - 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. 400-árini f.Kr. Árstal: 464 f.Kr. 463 f.Kr. 462 f.Kr. 461 f.Kr. 460 f.Kr. - 459 f.Kr. - 458 f.Kr. 457 f.Kr. 456 f.Kr. 455 f.Kr. 454 f.Kr. Kunoyarnakkur. Kunoyarnakkur (819 metrar yvir havið) er eitt fjall, ið liggur norðast á Kunoynni í Føroyum. Fjallið er tað triðhægsta á Kunoy í sætthægsta í Føroyum. Anna Mikkjalsdóttir. Anna Mikkjalsdóttir (fødd 1997) úr Trongisvági er ein føroyskur borðtennisleikari, ið spælir fyri TBF og føroyska borðtennislandsliðið. Hon hevur vunnið føroyameistaraheitið fleiri ferðir, bæði í smágentudeildini unglinga- og vaksnamannadeildini. FM í borðtennis. Anna vann føroyameistaraheitið í 2011 í smágentudeildini og í 2012 vann hon FM fyri kvinnur, og 2016 2016 og silvur í somu kapping í 2014 og 2015. HM 2014 í Tokyo. Í mai 2014 luttóku Anna Mikkjalsdóttir, Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen í HM í Tokyo fyri lið í borðtennis. Tær megnaðu at spæla seg víðari í fyrsta umfari og endaðu sum nummar 77 av 96 luttandi londum, og tað vóru tær nøgdar við. Arctic Open 2014. Frá 16. til 18. mai 2014 var borðtenniskapping hildin í Føroyum, kappingin nevnist Arctic Open og er fyri Føroyar, Ísland og Grønland. Føroyar vann liðkappingina hjá kvinnum í 2014. Árið fyri gjørdust tær nummar fýra, tá luttók úrvalslið úr Jyllandi eisini. 460 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. Árstal: 465 f.Kr. 464 f.Kr. 463 f.Kr. 462 f.Kr. 461 f.Kr. - 460 f.Kr. - 459 f.Kr. 458 f.Kr. 457 f.Kr. 456 f.Kr. 455 f.Kr. 461 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. Árstal: 466 f.Kr. 465 f.Kr. 464 f.Kr. 463 f.Kr. 462 f.Kr. - 461 f.Kr. - 460 f.Kr. 459 f.Kr. 458 f.Kr. 457 f.Kr. 456 f.Kr. 462 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. Árstal: 467 f.Kr. 466 f.Kr. 465 f.Kr. 464 f.Kr. 463 f.Kr. - 462 f.Kr. - 461 f.Kr. 460 f.Kr. 459 f.Kr. 458 f.Kr. 457 f.Kr. 463 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. Árstal: 468 f.Kr. 467 f.Kr. 466 f.Kr. 465 f.Kr. 464 f.Kr. - 463 f.Kr. - 462 f.Kr. 461 f.Kr. 460 f.Kr. 459 f.Kr. 458 f.Kr. 464 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. Árstal: 469 f.Kr. 468 f.Kr. 467 f.Kr. 466 f.Kr. 465 f.Kr. - 464 f.Kr. - 463 f.Kr. 462 f.Kr. 461 f.Kr. 460 f.Kr. 459 f.Kr. The Pebble and the Penguin. "The Pebble and the Penguin" er ein amerikanskur teknifilmur frá 1995. Oyggjaleikir 2015. XVI (16.) Oyggjaleikir vórðu hildnir á Jersey í døgunum 27. juni til 3. juli 2015. Leikirnir verða eisini nevndir Natwest Oyggjaleikir (2015 Natwest Island Games) av sponsor ávum. 24 oyggjasamfeløg vóru við í oyggjaleikunum, og kappast varð í 16 ítróttagreinum á leikunum á Jersey. Føroyar plaga at klára seg væl innan innan fimleik og judo, men hesar ítróttagreinar vórðu ikki umboðaðar á Oyggjaleikunum 2015. Føroyar endaðu á fjórðaplássið við 18 gull, 18 silvur og 24 bronsuheiðursmerkjum. Av teimum 60 heiðurmerkjunum hjá Føroyum komu meira enn helmingurin, 36 heiðursmerki, frá svimjingini: 10 gull, 10 silvur og 16 bronsuheiðursmerki. Vertsoyggin Jersey vann kappingina við 50 gull, 54 silvur og 29 bronsuheiðursmerkjum. Isle of Man gjørdist nummar tvey og Guernsey nummar trý. Luttakandi oyggjar. 24 oyggjar/oyggjalond luttaka á Oyggjaleikum 2015, oyggjarnar eru úr Evropa, Suðuratlantarhavinum og úr Karibiska havinum. Ítróttagreinir. Føroysku ítróttafólkini kappaðust í bogaskjóting, frælsari ítrótt, badminton, kurvabólti, súkkling, fjallasúkkling, skjóting, borðtennis, tennis, golf, flogbólti, strandarflogbólti, triathlon og svimjing. Keldur. 2015 Carl Gustaf Armfeldt. Carl Gustaf Armfeldt (føddur 9. november 1666 í Ingermanland, í núverandi Russlandi, men sum tá var í svenska Ingermanland, deyður 24. oktober 1736 í Nyland, í núverandi Finnlandi) var ein svenskur barónur og herovasti. Armfeldt luttók í stóra Norðurlendska krígnum. Armfeldt varð útnevndur til generalloytnant í 1717 og fekk ábyrgdina fyri herinum, ið skuldi bróta inn í mið Noreg og taka ræði á Trondheim. Armfeldt fekk ordrar um at venda við aftur, eftir at kongurin varð skotin við Fredrikshald, og so byrjaði hann tann sonevnda deyðsgondina hjá Karolinarunum yvir fjallið ið var mark millum bæði londini. Á vegnum doyðu 4.273 hermenn (karolinar) í kuldanum, og tað er tað størsta talið í søguni av svium, ið eru deyðir í Noregi. Seinni hevur mann funnið 600 av hesum hermonnunum í einari grøv í Handöl. Armfeldt kom fram til skansan í Duved. Armfeldt andaðist í 1736 í Liljendal gård i Pernå. Hann liggur grivin í Pernå kirkju í Finlandi. Fornøvn í Grønlandi. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir 10 av teimum vanligastu fornøvnunum hjá konufólki og mannfólki í Grønlandi árið 2011. Hakaona mál. Hakaona (ella "Havakona") er eitt av bantumálunum. Hakaona verður tosað í Namibia og Angola. Fyrr var málið mett at vera eitt málføri av Hereromálinum. Fwe mál. Fwe (ella "Chifwe") er eitt av bantumálunum ið verður tosað av umleið 10.000 fólkum, ið búgva framvið Okavango ánni í Namibia og í Vestara landsluti í Sambia. Málið er nær skilt við Kuhane, og er eitt av fleiri Bantumálum nærindis Okavango, ið hava klikk hjáljóð. Gciriku mál. Gciriku (ella "Dciriku") er eitt av bantumálunum. Gciriku verður tosað í Namibia, Botsvana og Angola. Focus. Focus er eitt niðurlendskt progrest rokkorkestur, stovnað av tí klassiskt útbúna organistinum og fjoytuleikaranum Thijs van Leer í 1969. Orkestrið er kendast fyri intrumentallagið "Hocus Pocus". Orkestrið gavst at spæla í 1978, men varð endurstovnað í 2002 og hevur givið tónleikaútgávur út og hildið konsertir kring heimin síðan. Hin 31. januar 2014 spældur teir til konsert í Norðurlandahúsinum í Tórshavn. Teir gjørdust kendir enn einaferð í nýggjari tíð, tá ið "Hocus Pocus" varð nýtt sum temalag fyri Nike 2010 World Cup lýsingina, Write The Future, ið var leikstjórnað av meksikanska filmskaparanum Alejandro González Iñárritu. Sangurin var eisini við í filminum RoboCop frá 2014. Rumenskt mál. Rumenskt er eitt romanskt mál, ið verður tosað í Rumenia, Moldova og spjatt í ymiskum londum á Balkan. Rumenskt er alment mál í Rumenia. Navnorð og lýsingarorð. Sum tað sæst, so hevur rumenskt eitt eftirhongt bundið kenniorð, mótsatt hinum rumensku málunum, men eins og í norðurlendskum, ("drongin", "gentan"). Tað bundna kenniorðið kemur eins og í hinum romansku málunum av tí latínska ávísingarfornavninum (demonstrative pronomen) "ille" "hasin har", t.d. "homo ille" > rumenskt "omul" / "ille homo" > franskt "l’homme" "maðurin". Estiskt mál. Estiskt er eitt finskt-ugriskt mál, sum umleið 1,1 millión fólk tosa, serliga í Estlandi. Eins og finskt hoyrir estiskt til tann eystrasaltfinska undirbólkin. Tað estiska málføri, ið verður tosað í Suðurestlandi, er rættiliga ymiskt frá tí standardiseraða estiska málinum, og verður til tíðir roknað sum eitt sjálvstøðugt mál. Estiskt er almenna málið í Estlandi og móðurmál fyri umleið 950 000 fólk har, ið er umleið tríggir fjórðingar av fólkatalinum. Maltiskt mál. Maltiskt er alment mál í Malta. Litaviskt mál. Litaviskt er alment mál í Litava. Umleið 4 milliónir fólk hava litaviskt sum móðurmál, harav búgva 3,5 milliónir í Litava, meðan ein hálv millión býr í øðrum londum. Eysturslavisk mál. Eysturslavisku málini eru ein grein av slavisku málfamiljuni. Størstu eysturslavisku málini eru russiskt, ukrainskt og hvítarussiskt. Sergio Mattarella. Sergio Mattarella (føddur 23. juli 1941 í Palermo í Sicilia, Italia) er ein italskur dómari og politikari (Democratici di Sinistra). Hin 31. januar, við 665 atkvøðum av 1009, varð hann valdur til forseta Italiu, og varð tikin í eið hin 3. februar 2015. Hann hevur verið ráðharri fleiri ferðir og frá 2011 var hann dómari í grundlógardómstólinum. Í 1990 varð faðir hansara, Piersanti, ið eisini var politikari, myrður av mafiuni. Arnold Ludvig. Arnold Ludvig er ein føroyskur bassleikari. Hann er uppvaksin í Havn, hevur búð uttanlands og býr í løtuni (2015) á Sandi, haðani móður hansara er, saman við kanadisku konu síni, Anna Iakino, ið hann eisini spælir tónleik saman við í bólkinum Monkey Rats. Arnold spælir jazztónleik, hann hevur spælt við fleiri bólkum, eisini við rocktónleikabólkum, sum t.d. Terji og føstufressar og Plúmm. Í 2005 vann hann heiðurin sum Føroya besti bassleikari á AME tiltakinum. Í 2013 útgav hann tónleikaútgávuna Arnold Ludvig Sextet - Voyages. Tað var TUTL, ið gav fløguna út. Tey ið spæla við í sextettini eru: Arnold Ludvig - Fender Jazz fretless bass & acoustic guitar á lagnum 'Port of Thor', Mariane Bitran spælir floytu, Simon Spang-Hanssen spælir alto & soprano saxofon, Alain Apaloo spælir Fender Stratocaster guitar, Marko Martinovic spælir piano & Würlitzer og Niclas Campagnol spælir trummur. Í 1992 fekk Arnold fíggjarligan styrk (legat) frá FIH Reykjavík, Ísland, har hann las jazz tónleik frá 1990 til 1993. Arnold las eisini jazz á McGill University í Montreal, Quebec, Kanada frá 1993 til 1995. Igbo mál. Mál í Nigeria, Benin og Kamerun. Igbo er niger-kongomál. Málið verður fyrst og fremst talað í Nigeria. Málið verður tosað av umleið 24 milliónum fólkum, tað er høvuðsmálið hjá Igbo-fólkunum, ið serstakliga búgva í Nigeria. Málið verður skrivað við latínskum bókstavum. Tað eru yvir 20 ymisk málføri av igbo-málinum. Abuja. Abuja er høvuðsstaður í Nigeria. Tað varð avgjørt í 1976, at høvuðsstaðurin skuldi flytast úr havnabýnum Lagos til tann nýggja býin Abuja, ið liggur meira miðskeiðis í landinum. Flytingin gjørdist almenn 12. desember 1991. Í 2012 búðu 979.876 fólk í býnum, ið fevnir um eitt øki á 713 km2, fólkatíttleikin var tá 1.400 íbv./km2. Í stórbýarøkinum búgva yvir 3 milliónir fólk. Býurin er planlagdur av tí japanska arkitektinum og býarplanleggjaranum Kenzo Tange. Hausa mál. Kort ið vísir, hvar hausa-málið verður tosað Hausa ("Yaren Hausa" ella "Harshen Hausa") er eitt Kjad mál (ein grein av Afro-Asiatiskum málum) við tí størstu mongdini av fólkum ið tosa málið. Umleið 34 milliónir fólk tosa hausa sum móðurmál, meðan í minsta lagi 18 milliónir fólk tosað málið sum annað mál (fyrsta fremmandamál), til samans tosa umleið 52 milliónir hausa-málið. Hausa málið verður fyrst og fremst tosað í Niger og Nigeria men verður eisini brúkt rættiliga nógv í øðrum vestuafrikonskum londum. Hausa málið verður í høvuðsheitum tosað av muslimum. "Boko" (Latín). Nýtíðar almenna hausa verður skrivað við latínskum bókstavaraði, ið verður nevnt Boko, tað varð innført í 1930 av bretsku hjálanda fyrisitingini. Bókstavurin verður bert nýttur í Niger; í Nigeria verður bókstavurin skrivaður. Gabriel García Márquez. Gabriel García Márquez (føddur 6. mars 1927 í Aracataca í Kolumbia - 17. apríl 2014 í Mexico City) var ein kolumbianskur rithøvundur. Hann fekk Nobelvirðislønina í bókmentum í 1982. Hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot við skaldsøguni "Cien años de soledad" ("Hundrað ára einsemi", ið av mongum verður mett at vera ein av teimum bestu skaldsøgunum frá 20. øld. Skaldsøgan gongur fyri seg í býnum Macondo. Høvundurin hevur fingið íblástur úr sínum føðibýi Aracataca í Norðurkolumbia. Skaldsøgan er eisini týtt til føroyskt. Mattias Karlsson. Hans Kennert Mattias Hedarv Karlsson (føddur 17. august 1977 í Rottne) er ein svenskur politikari. Hann hevur verið ríkisdagslimur síðan 2010 fyri Sverigedemokraterna og floksins formaður í Stórtinginum (bólkaleiðari) síðan 2014. Hann er í løtuni (síðan 17. oktober 2014) virkandi formaður fyri Svøríkisdemokratarnar, meðan Jimmie Åkesson er sjúkrameldaður. Sverigedemokraterna. Sverigedemokraterna er ein politiskur tjóðskaparflokkur í Svøríki, sum varð stovnaður 6. februar 1988. Síðan 2005 hevur Jimmie Åkesson verið formaður fyri flokkin, á heysti 2014 bleiv hann sjúkrameldaður, og síðan tá hevur Mattias Karlsson verið virkandi formaður. Summi av teimum ið stovnaðu flokkin hava fyrr verið virkin í rasistiskum flokkum og felagsskapum sum Framstegspartiet, Sverigepartiet og Bevara Sverige Svenskt (BSS). Á valinum til Riksdagen í 2010 fekk flokkurin á fyrsta sinni stuðul frá meira enn 4% av veljarunum og fekk 20 limir valdar í Riksdagen við 5,7% av atkvøðunum. Á valinum til Riksdagen í 2014 fekk flokkurin 12,86% av akvøðunum og gjørdist harvið triðstørsti flokkur í Svøríki. Í veljarakanning eftir yvirgangsálopið í Stokkhólmi í 2017, vísur ein kanning hjá Sentio, at Svøríkidemokratarnir er nógv tann størsti flokkurin í Svøríki, við sínum 27,2 prosentum, móti 23,3 til Sosialdemokratarnar sum er næststørsti flokkur. Marine Harvest Faroes. Marine Harvest Faroes er ein alifyritøka í Føroyum, og er dótturfelag hjá norsku alifyritøkuni Marine Harvest, ið hevur umleið 10 000 starvsfólk. Hans Jákup Mikkelsen er stjóri á Marine Harvest Faroes. Heiður. Á árligu Aliráðstevnuni í 2014 vann Marine Harvest Faroes báðar kappingarnar, ið skipað var fyri. Smoltstøðin á Hellunum og alibrúkið á Funningsfjørði fingu heiðursbræv fyri ársins bestu úrslit. Besta smoltstøð verður avgjørd eftir lægsta byrjunarfelli á sjónum, og tað var smoltstøðin hjá Marine Harvest Faroes á Hellunum, ið vann. Besta alistøð á sjónum gjørdist alistøðin hjá Marine Harvest á Funningsfjørði, ið hevði besta effektivitetsindeks. Anti Social Media. Anti Social Media er ein danskur pop-rocktónleikabólkur, ið vann Dansk Melodi Grand Prix 2015 við sanginum "The Way You Are". Bólkurin umboðaði Danmark á Eurovision Song Contest í mai 2015. Teir komu ikki víðari eftir fyrru hálvfinalu. Wolof mál. Wolof er niger-kongomál. Málið verður fyrst og fremst talað í Senegal, Gambia og Móritania. Laalaa mál. Laalaa (ella Lehar) er niger-kongomál. Málið verður fyrst og fremst talað í Senegal. Fosfat. Fosfat er eitt evni sum er samansett av fosfor og súrevni. Tað inngongur í nógvum lívrunnum sambondum. Eitt dømið er ATP har ið Pið stendur fyri fosfat. Neon. Neon er eitt frumevni, ið er nummar 10 í skeiðbundnu skipaninini og hoyrir til bólkin óvirkin gass. Argon. Argon er eitt frumevni, ið er nummar 18 í skeiðbundnu skipaninini og hoyrir til bólkin óvirkin gass. Í reinari, turrari luft eru umleið 0,93 rúmprosent av. Polonium. Polonium er eitt frumevni, ið er nummar 84 í skeiðbundnu skipaninini. Radon. Radon er eitt frumevni, ið er nummar 86 í skeiðbundnu skipaninini og hoyrir til bólkin óvirkin gass. Sushi. Sushi (japanskt: 寿司) er japanskur matur, ið er gjørt av fiski og rísi. Sosiolekt. Sosiolekt er málføri, sum er knýtt at ávísum sosialum bólki, til dømis einum vinabólki ella ávísum frítíðarvirksemi. Fosfor. Fosfor er eitt frumevni, ið er nummar 15 í skeiðbundnu skipaninini. Fluor. Fluor er eitt frumevni, ið er nummar 9 í skeiðbundnu skipaninini. Astat. Astat er eitt frumevni, ið er nummar 85 í skeiðbundnu skipaninini. Tennessine. Tennessine () er eitt frumevni, ið er nummar 117 í skeiðbundnu skipaninini. Eftir nummarinum hevði evnið fyrr heitið ununseptium (). Blýggj. Blýggj er eitt frumevni, ið er nummar 82 í skeiðbundnu skipaninini. Klor. Klor er eitt frumevni, ið er nummar 17 í skeiðbundnu skipaninini. Jod. Jod er eitt frumevni, ið er nummar 53 í skeiðbundnu skipaninini. Svávul. Svávul er eitt frumevni, ið er nummar 16 í skeiðbundnu skipaninini. Natrium. Natrium er eitt frumevni, ið er nummar 11 í skeiðbundnu skipaninini. Plutonium. Plutonium er eitt frumevni, ið er nummar 94 í skeiðbundnu skipaninini. Brom. Brom er eitt frumevni, ið er nummar 35 í skeiðbundnu skipaninini. Arsen. Arsen er eitt frumevni, ið er nummar 33 í skeiðbundnu skipaninini. Neptunium. Neptunium er eitt frumevni, ið er nummar 93 í skeiðbundnu skipaninini. Nobelium. Nobelium er eitt frumevni, ið er nummar 102 í skeiðbundnu skipaninini. Skandium. Skandium er eitt frumevni, ið er nummar 21 í skeiðbundnu skipaninini. Kalium. Kalium er eitt frumevni, ið er nummar 19 í skeiðbundnu skipaninini. Fransium. Fransium er eitt frumevni, ið er nummar 87 í skeiðbundnu skipaninini. Germanium. Germanium er eitt frumevni, ið er nummar 32 í skeiðbundnu skipaninini. Kalsium. Kalsium er eitt frumevni, ið er nummar 20 í skeiðbundnu skipaninini. Magnesium. Magnesium er eitt frumevni, ið er nummar 12 í skeiðbundnu skipaninini. Oxygen. Oxygen (latín "oxygenium", úr grikskum ὀξύς-, oxys-, "sýra", upprunaliga "hvast", frá smakkinum á sýru, og -γενής, -genēs, "framleiðari", upprunaliga "upphav"; symbol O), er eitt frumevni, ið hevur atomnummar 8 í skeiðbundnu skipaninini. Á føroyskum verður evnið eisini nevnt "súrni" og "súrevni" av upprunaheitinum, sum meira neyvt kundi verið umsett "sýruupphav". Latínska heitið kemur av, at lívrunnin evni sum t.d. fiti verða súr, tey trána, av oxygeni, og nanvgevarin, franski evnafrøðingurin Antoine Lavoisier, helt oxygen vera í øllum sýrum. Almenna danska heitið er oxygen, men heitið "ilt" verður eisini brúkt. Hetta seinna navnið kemur av, at oxygen nørir um eld. Í reinari, turrari luft eru umleið 21 rúmprosent av. Holmium. Holmium er eitt frumevni, ið er nummar 67 í skeiðbundnu skipanini. Rubidium. Rubidium er eitt frumevni, ið er nummar 37 í skeiðbundnu skipaninini. Radium. Radium er eitt frumevni, ið er nummar 88 í skeiðbundnu skipaninini. Kadmium. Kadmium er eitt frumevni, ið er nummar 48 í skeiðbundnu skipaninini. Osmium. Osmium er eitt frumevni, ið er nummar 76 í skeiðbundnu skipaninini. Europium. Europium er eitt frumevni, ið er nummar 63 í skeiðbundnu skipaninini. Køvievni. Køvievni ella nitrogen (latín "nitrogenium", úr fronskum "nitre" "salpetur", og grikskum -γενής, -genēs, "framleiðari", upprunaliga "upphav"; symbol N) er eitt frumevni, ið hevur atomnummar 7 í skeiðbundnu skipaninini. Latínska heitið kemur av, at nitrogen er annað av teimum báðum frumevnunum í nitrati, sum aftur er partur av salpeturi. Norðurlendska heitið (fø. køvievni, da. kvælstof, no. kvelstoff, sv. kväve) kemur av, at køvir eld. Í reinari, turrari luft eru umleið 78 rúmprosent av. Thorium. Thorium er eitt frumevni, ið er nummar 90 í skeiðbundnu skipaninini. Hassium. Hassium er eitt frumevni, ið er nummar 108 í skeiðbundnu skipaninini. Kyksilvur. Kyksilvur er eitt frumevni, ið er nummar 80 í skeiðbundnu skipaninini. Tekn Hg frá hydrargyrum. Curium. Curium er eitt frumevni, ið er nummar 96 í skeiðbundnu skipaninini. Tellur. Tellur er eitt frumevni, ið er nummar 52 í skeiðbundnu skipaninini. Mangan. Mangan er eitt frumevni, ið er nummar 25 í skeiðbundnu skipaninini. Oganesson. Oganesson () er eitt frumevni, ið er nummar 118 í skeiðbundnu skipaninini. Eftir nummarinum hevði tað fyrr heitið ununoctium (). Ununpentium. Ununpentium er eitt frumevni, ið er nummar 115 í skeiðbundnu skipaninini. Krom. Krom er eitt frumevni, ið er nummar 24 í skeiðbundnu skipaninini. Uran. Uran er eitt frumevni, ið er nummar 92 í skeiðbundnu skipaninini. Palladium. Palladium er eitt frumevni, ið er nummar 46 í skeiðbundnu skipaninini. Fermium. Fermium er eitt frumevni, ið er nummar 100 í skeiðbundnu skipaninini. Krypton. Krypton er eitt frumevni, ið er nummar 36 í skeiðbundnu skipaninini. Berkelium. Berkelium er eitt frumevni, ið er nummar 97 í skeiðbundnu skipaninini. Barium. Barium er eitt frumevni, ið er nummar 56 í skeiðbundnu skipaninini. Álopini í Keypmannahavn í februar 2015. Yvirgangsálopini í Keypmannahavn 2015 eisini kent sum "Álopið móti Krudttønden" og "Eysturbrúgválopið" var ein røð av skotálopum, ið fóru fram í Keypmannahavn: á Eysturbrúgv 14. februar 2015 og við Synagoguna í Krystalgade hin 15. februar 2015. Álopið móti mentanarhúsinum Krudttønden. Alopið fór fram, meðan ein kjakfundur við yvirskriftini "List, gudsspottan og talufrælsi" (á donskum: "Kunst, Blasfemi og Ytringsfrihed") var hildin í mentanarhúsinum Krudttønden í Keypmannahavn. Fundurin var fyrireikaður av Lars Vilks Nevndini, hvørs endamál er at fyriskipa fundir við tann svenska keiputeknaran Lars Vilks, ið m.a. hevur teknað Mohammed-tekningar. Knappliga kom ein maður inn í hølið og byrjaði at skjóta við maskinbyrsu. Ímillum luttakararnar á fundinum var eisini Fraklands ambassadørur François Zimeray. Ein 55-ára gamal danskur filmmaður, Finn Nørgaard, varð dripin undir skotálopinum, harafturat vóru tríggir løgreglumenn særdir. Hvørki Lars Vilks ella tann franski ambassadørurin vóru raktir. Danska løgreglan segði á middegi 15. februar 2015, at eftir teirra meting var talan um eitt yvirgangsálop. Skotálopið móti synagoguni. Stutt fyri kl. 01:00 danska tíð hin 15. februar 2015, umleið níggju tímar eftir tað fyrstu skothendingina í Krudttønden, fór eitt nýtt skotálop fram móti tí stóru synagoguni í Krystalgade í Keypmannahavn. Ein Bat Mizvah (jødisk konfirmatión), har ið 80 fólk vóru til staðar, var hildin har. Ein persónur, ið seinni var eyðmerktur sum Dan Uzan, ein 37-ára-gamal limur í jødiska samfelagnum í Danmark, hevði trygdarvakt, tá ið hendingin fór fram, hann varð skotin í høvdið og doyði seinni av løstunum. Uzan var eisini kendur sum kurvabóltsleikari. Mistonkti brotsmaðurin dripin. Tíðliga sunnumorgun hin 15. februar 2015, varð tann mistonkti brotsmaðurin dripin á Nørrebrúgv eftir skotveksling við løgregluna. Løgreglan heldur, at maðurin, ið skeyt móti fólkunum í Krudttønden, er tann sami sum maðurin, ið leyp á synagoguna. Mistonkti brotsmaðurin var tann 22-ára gamli Omar Abdel Hamid El-Hussein, ið er føddur og uppvaksin í Danmark. Maðurin varð fongslaður eftir knívstungu og varð í 2014 dømdur 2 ára fongsulsrevsing, men hann var longu leyslatin aftur í januar 2015. Costa Concordia. Costa Concordia var eitt ferðamannaskip á 290 metrar, ið varð bygt 2004-2006 á italsku skipasmiðjuni Fincantieri í Genova til Costa Crociere-reiðaríið í Genova. Skipið varð doypt hin 7. juli 2006 í havnabýnym Civitavecchia. Tað eydnaðist ikki gummuni, ið var tann kekkiska fotomodellin Eva Herzigová, at knúsa champagnufløskuna móti skipssíðuni, ið er eitt ringt tekn hjá teimum, ið trúgva uppá slíka pátrúgv. Jómfrúferðin byrjaði hin 15. juli 2006 í Savona. Costa Concordia sigldi á land hin 13. januar 2012 tætt við oynna Giglio, í einútnyrðing av Rom, nærindis italsku vesturstrondina. 32 av teimum 4229 fólkunum umborð lótu lív í vanlukkuni. Skipið varð heysað upp hin 16. september 2013, og hin 23. juli 2014 kundi skipið byrja sína seinastu ferð til Genova, har ið skipið varð upphøgt. Bjargingin verður mett at hava kostað umleið 4,5 mia. kr. Rættarligt eftirspæl. Hin 11. februar 2015 varð kapteinurin, Francesco Schettino, dømdur 16 ára fongsulsrevsing fyri óvilja manndráp, orsakað sínum leikluti í skipsvanlukkuni. Rætturin legði eitt nú dent á, at Schettino varð rýmdur av skipinum, meðan tað enn vóru fleiri hundrað fólk eftir umborð, og at hann hevði noktað at fyriskipa evakueringina, sjálvt um italska bjargingartænastan hevði givið honum boð um at fara umborð á skipið aftur. Dansk Melodi Grand Prix 2015. Dansk Melodi Grand Prix 2015 var hin 44. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix, sum er ein árlig afturvendandi sangkapping, ið hevur verið fyriskipað síðan 1957 av Danmarks Radio (DR). Vertir vóru Esben Bjerre og Jacob Riising. Tað gjørdist Anti Social Media, ið vann kappingina við sanginum "The Way You Are". Luttakarar. Tá ið freistin var farin fyri at senda sangir inn til Dansk Melodi Grand Prix 2015 hin 8. september 2014, vóru 687 sangir innkomnir til kappingina. VietJet Air. VietJet Aviation Joint Stock Company, kent sum VIETJET, er eitt vjetnamesiskt flogfelag. VIETJET hevur høvuðssæti í Ho Chi Minh City. VIETJET flýgur bæði við ferðafólki og við farmi til 19 støð kring allan heimin. Flogfelagið varð sett á stovn í 2007 og byrjaði flogruturnar í 2011. Flogfelagið røkir bæði innlendis rutur og flogrutur til onnur lond. Kolinda Grabar-Kitarović. Kolinda Grabar-Kitarović (fødd 29. apríl 1968 í Rijeka) er ein kroatiskur diplomatur og politikari (HDZ). Hin 15. februar 2015 gjørdist hon forseti í Kroatia eftir valsigurin 11. januar 2015. Hon gjørdist fyrsti kvinnuligi forsetin í Kroatia, tá ið hon varð svorðin í eið 15. februar 2015. Frá 2005 til 2008 var hon fyrsti uttanríkisráðharrin hjá Kroatia.. Kolinda Grabar-Kitarović búði í USA eitt skifti, meðan hon vaks upp. Seinni tók hon prógv frá Los Alamos High School í Los Alamos í New Mexico. Hon hevur mastergrad í altjóða politikki frá universitetinum í Zagreb. Gundadalsvegur. Gundadalsvegur er ein gøta í Havn. Gundadalsvegur eitur eftir Gundadali, har ið gøtan eisini er. Viðarlundin er á syðru síðu og fótbóltvøllirnir í Gundadali á norðaru síðu. Toftalíð. Toftalíð er ein gøta í Vági. Toftalíð er eisini ein býarpartur í Vági. Gøtan byrjar sum ein síðugøta til Toftaveg, har eysturi í býnum. Gøtan er ein brekka, ið fer allan vegin niðan til gamla bygdarvegin millum Vág og Nes. Tað ovasta húsið í Toftalíð er ein bóndagarður. Privat sethús liggja báðumegin við gøtuna Toftalíð. Gøtunavnið Toftalíð er frá nýggjari tíð. Vágur fekk gøtunøvn og húsanummur umleið 2006. Gamli býarparturin Toftalíð fevnir um eitt størri øki enn gøtan við sama navni og fevndi eitt nú um húsini, ið liggja vestanfyri Marknoyri, har ið Marknoyrarvegur og Toftavegur møtast. Vágsvegur. Vágsvegur er høvusgøtan í Vági. Vegurin byrjar har eysturi í býnum við Vendiplássið og fer vestur gjøgnum býin, til gøtan skiftir navn til Eiðisveg vesturi í Bø. Í miðbýnum í Vági, báðumegin Vágsveg, liggja handlar og aðrir vinnu-, skrivstovu- og kommunalir bygningar, vanlig sethús liggja eisini framvið Vágsveg á báðum síðum. Vágs Skipasmiðja liggur eisini við Vágsveg mitt í býnum. Yvirav Skipasmiðjuni liggur handilsdeplin Torgið. Í vestara parti av býnum, eisini við Vágsveg, liggja bygningarnir á Gørðunum, sum Dahl familjan átti í umleið 130, til kreppuna fyri í 1990-árunum. Síðan hevur Alex Vilhelm keypt ognirnar, Handilin á Gørðunum verður enn nevndur Handilin á Gørðunum. Býráðsskrivstovan hjá Vágs kommunu liggur á Vágsvegi 30, beint eystanfyri Vágs skúla og Vágs kirkju. Samkomuhúsið Bethel hjá Brøðrasamkomuni liggur eisini við Vágsveg, har ið Toftavegur møtir Vágsvegi í vestara enda. Yvirav Bethel liggur Heilsumiðstøðin, har ið kommunulæknar, tannlæknar og fótarøktari hava viðtalur. Meinigheitshúsið liggur eisini við Vágsveg, vestanfyri Gamla kirkjugarð, ið eisini liggur við Vágsveg. Ein bensinstøð liggur við Vágsveg, tað er Effo-støðin, ið liggur beint eystanfyri Gamla Kirkjugarð og vestanfyri Heilsumiðstøðina. Vesturi við Sandin er Vágsvegur á norðaru síðu, og har millum Sandin, Vágsveg og býlingin við Kráir liggur Viðarlundin á Sandinum í Vági. Fyrr vóru tríggir peningastovnar í Vági, ið allir lógu framvið Vágsvegi, nú er bert ein av teimum eftir, Suðuroyar Sparikassi, ið liggur í bygninginum, har ið Føroya Banki (ið nú eitur Bank Nordik) var fyrr, millum Litbúðina og Torgið. Í 2015 letur upp nýtt býarbókasavn í miðbýnum í Vági við Vágsveg, yvirav Sparikassanum. Vágvegur er ein gomul gøta og varð gjørd áðrenn bilar koyrdu. Tá ið bilar byrjaðu at koma, tók kommunan stig til at breiðka Vágsveg, og vóru nøkur hús flutt í tí sambandi. Marknoyrarvegur. Marknoyrarvegur er ein gøta í Vági. Gøtan er har eysturi í bygdini og er ein tann fyrsta ein kemur til, tá ið koyrt verður til Vágs frá norðara parti av oynni til syðru helvt av Suðuroy. Fyrst eitur vegurin Nesvegur, og so verður navnið broytt til Marknoyrarvegur á leið við har ið bygdarskeltið er. Ein býlingur í Vági, ið er á leið sama økið ið vegurin er, eitur Marknoyri. Býlingurin er gamal, men fyrr í tíðini vóru bert fá hús har. Vegurin millum Vág og Porkeri var fyrst gjørdur í erva, hann var eisini róptur Nervavegurin. Síðst í 1970-árunum var vegurin til Porkeris gjørdur eftir Marknoyrarvegi og eystureftir, har ið vegurin er í dag. Tað eru mest sethús, ið liggja við Marknoyrarvegin, tó eru nakrir fáir vinnubygningar eisini har. Í eldri tíð var ein handil á Marknoyri og fiskapláss var eisini har hjá Nolsøe familjuni. Handilsbygningurin er til enn og verður í dag róptur Vilt-húsið, eigari er Finn Johannessen. Eitt skifti var ein handil við møblum og brúkslutum í bygninginum og nevndist hann tá Preeti Payal, tað vóru Sarina og Jutta Augustinussen, ið áttu og róku handilin. Tórgerð Suðuroy hevur eisini havt virksemi á Marknoyrarvegi, hon hevði kiosk har í fleiri ár og í nøkur ár hevði hon silvursmiðju, har ið hon stóð fyri framleiðslu av prýðislutum og øðrum av silvuri, tað var í 1980-árunum. Róald og Ása Norðberg høvdu ein handil á Marknoyrarvegi í bygninginum við Vendiplássið einaferð í 1970-árunum. Demich hevði handil á Marknoyri í fleiri ár frá 2001, men handilin stongdi umleið 2013. Fyrr hevur annað virksemi verið í bygninginum, har hevur verið snikkaraverkstaður, og dansifelagið Jómsvíkingar dansaðu eitt skifti føroyskan dans í bygninginum. Röyksopp. Röyksopp er ein norsk tónleikaduo, sum varð stovnað av Svein Berge og Torbjørn Brundtland í 1998. Fasti Gerðarrættur. Fasti Gerðarrættur varð stovnaður 1. apríl 2006 og er fyri sáttmálapartarnar á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Fasti Gerðarættur hevur skrivstovu á Tinghúsvegi 14 í Havn. Kári á Rógvi var nevndarformaður í Fasta Gerðarættinum frá stovnanini til sín deyða 14. februar 2015. Fyrsta málið varð lagt fyri Fasta Gerðarrættin 30. august 2006, og fyrsti úrskurður var sagdur 30. januar 2007. Jógvan Joensen. Jógvan Joensen úr Fuglafirði er ein føroyskur sangari og tónleikari. Í 2015 luttók hann í donsku sjónvarpssangkappingini X Factor og endaði sum nummar tvey av øllum. Nummar tvey í X-Factor Danmark 2015. Jógvan varð millum tey 9, ið vórðu vald út til at luttaka í beinleiðis sýningunum í donsku X-Factor sangkappingini hjá DR. Hann var ein av trimum luttakarum í bólkinum fyri fólk yvir 23 ár og fekk Line Rafn sum ráðgeva, hann var tá 25 ára gamal. Í fyrsta beinleiðis sýningini sang hann "Forget Her" eftir Jeff Buckley. Hesa ferð komu atkvøðurnar ikki bert frá sms-boðum, men eisini frá X Factor-appini. Tá ið atkvøðurnar vóru taldar, vísti tað seg, at Jógvan og Ninni, ið bæði høvdu Line Rafn sum ráðgeva, komu í sonevnda vandaøkið (farezonen). Dómararnir í X Factor hava ta mannagongd, at tá ið tvey hjá sama dómara koma í vandaøkið og skulu syngja enn einaferð, so verður tað tann dómarin, ið hevur tey, ið skal avgera, hvør teirra sleppur at halda fram og hvør ið skal heim. Line avgjørdi, at Ninni skuldi sendast heim, og at Jógvan skuldi víðari. Til næsta beinleiðis sýningina sang hann sangin "Stay With Me" eftir Sam Smith, og hesa ferð fór hann víðari beinanvegin. Jógvan kom ikki í vandaøkið (farezonen) aftur í X-Factor. Hann framførdi lagið "Radioactive" hjá Imagine Dragons í triðju vikuni, "Når tiden går baglæns af" hjá Clara Sofie og Rune RK í fjórðu vikuni, "Creep" hjá Radiohead í fimtu vikuni. Í sættu vikuni vóru tað hyggjararnir einsamallir, ið avgjørdu, hvørjir trýggir luttatakarar av teimum fýra ið vóru eftir, sluppu víðari til finaluna. Øll skuldu syngja tveir sangir, annar var hyggjaraval og hin var dómaraval. Line hevði valt sangin hjá Teitur, "Josephine", til Jógvan, hyggjararnir høvdu valt sangin "Use Somebody" hjá Kings of Leon. Tað endaði við, at teir vælumtóktu Citybois vóru atkvøddir út, meðan Jógvan (25 ár), Emilie Esther (15 ár) og bólkurin Ivarsson, Bang & Neumann sluppu víðari til finaluna. Finalan varð hildin í Boxen í Herning, hin 27. mars 2015, fyrst bleiv ein av teimum trimum atkvøddur út av hyggjarunum við sms-boðum og við at nýta X-Factor appina. Jógvan sang Yellow hjá Coldplay og so sang hann saman við danska tónleikabólkinum Ulige Numre. Jógvan og Emilie Esther sluppu víðari. Til seinast skuldu tey syngja sangir, ið tey sjálvi høvdu skrivað, sonevndir vinnarasangir. Jógvan hevði skrivað sín sum 15-ára gamal, sangurin eitur "Best Kept Secret". Í sendingini segði hann, at Line hevði hjálpt honum við sanginum, Line segði, at Jógvan átti umleið 2/3 av endaliga sanginum. Tá ið atkvøðurnar vóru upptaldar, vísti tað seg, at tað gjørdist Emilie Esther, ið vann X-Factor Danmark 2015, meðan Jógvan gjørdist nummar tvey. Eftir X-Factor. Í desember 2015 útgav hann sína fyrstu EP. Hon varð útgivin av Tutl og hevur heitið "Love That You Love". EP'in inniheldur fimm sangir, harav fýra eru á enskum og ein á føroyskum. Maria Ljósá syngur duet og kór. Jógvan skrivað tveir av sangunum saman við systir sínari, Kristinu. Aðrir tónleikarar á útgávuni eru Andrias Tykjær Restorff á cello, Mikael Blak á bass og Høgni Lisberg spælir trummur og onnur ljóðføri. Jens L. Thomsen hevur blandað, og mastring er gjørd av Glenn Schick Mastering. Dan Uzan. Blómur frammanfyri Københavns Synagoge hin 15. februar 2015 eftir skotálopið, har ið Dan Uzan varð myrður. Dan Uzan (føddur 1977, deyður 15. februar 2015) var ein danskur kurvabóltsleikari, samfelagsfrøðingur, vaktarmaður, ið hoyrdi til jødiska samfelagið í Danmark, og sum bleiv myrður orsakað av sínarai trúgv av einum muslimskum yvirgangsmanni undir yvirgangsálopunum í Keypmannahavn hin 14. og 15. februar 2015. Skotálopið á synagonguna hendi umleið ein hálvan tíma eftir miðnátt. Seinnapartin dagin fyri fór eitt annað skotálop fram móti Krudttønden í Keypmannahavn, har ein maður doyði og tríggir løgreglumenn vóru særdir. Hann varð útbúgvin samfelagsfrøðingur (cand. polit.). Hann hevur starvast fyri SAS og fyri Tiger-handilsketuna. Foreldur hansara vóru av donskum og ísraelskum uppruna, mamman er donsk, pápin er ísraeli. Dan var næstelstur og vaks upp í Hvidovre. Hann gekk í jødiska skúlanum, Carolineskolen. Hann spældi fótbólt í jødiska felagnum Hakoah, sum málmaður, og luttók í fimm altjóða jødiskum ítróttastevnum, Maccabiadur, og umboðaði Danmark og felagið sum málmaður. Eitt skifti búði hann í Ísrael, har hann lærdi seg hebraiskt. Lívsleið sum ítróttamaður. Dan Uzan var 205 cm høgur. Hann spældi kurvabólt frá 1996 við danska felagnum Hørsholm 79ers. Fyrst spældi hann við ungdómsliðnum, síðan spældi hann í meistaradeildini og frá 2010 spældi hann sum veteranur við Høbas, sum er eitt veteranlið í sama felag. Uzan hevur eisini spælt fótbólt við jødiska fótbóltsfelagnum Hakoah í fleiri ár, hann var málmaður. Fótbóltsvenjari hansara, Tage Skolnik, ið var venjari hjá Dan Uzan frá 1995 til 2007, minnist hann sum ein góðan vin, ið altíð møtti til venjing. Myrður í yvirgangsálopi. Dan Uzan, ið var 37-ára gamal, tá ið hendingin fór fram, stóð sum vaktarmaður uttanfyri eitt mentanarhús, ið var aftanfyri jødisku synagoguna í Krystalgade í Keypmannahavn, tá ið tann mistonkti drápsmaðurin, hin 22 ára gamli Omar Abdel Hamid El-Hussein, skeyt Dan í høvdið. Hann doyði av skotunum. Dan stóð sum sjálvboðin vaktarmaður uttanfyri synagonguna, meðan ein ein veitsla fór fram í einum høli inni í synagoguni, tí ein genta helt sína bat mitzva (svarar nøkulunda til eina konfirmatión). Tveir løgreglumenn vóru eisini raktir av skotum í armar og bein, men vóru ikki í lívsvanda. Dan Uzan varð eftir álopið og deyða sín heiðraður sum ein hetja, tí hann var við til at forða fyri at eitt hópdráp kundi fari fram, um yvirgangsmaðurin slapp inn í synagoguna, har umleið 80 fólk vóru. Jarðarferðin. Dan Uzan fór til jarðar hin 18. februar 2015. Fleiri hundrað fólk fylgdu honum til jarðar, millum onnur vóru danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt og løgmálaráðharrin Mette Frederiksen og fylgdu. Hann varð grivin í Mosaisk Vester Begravelsesplads. Heiður. Uzan varð í 2015 heiðraður posthumt av franska ríkinum við heiðursmerkinum "Médaille du Courage" (dirvismedaljan). Í desember sama árið, varð hann av danska tíðindablaðnum Berlingske valdur til Ársins dana fyri árið 2015. Cats Don't Dance. "Cats Don't Dance" er ein amerikanskur teknifilmur frá 1997. Oscar fyri besta filmin. Oscar fyri besta filmin (enskt: "Academy Award for Best Picture") er ein filmvirðisløn, ið verður handað á tí árligu Oscarveitsluni. Vinnarin verður útvaldur millum 10 tilnevndir filmar, fyrr var talan um fimm tilnevndir filmar. Birdman. "Birdman or (The Unexpected Virtue of Ignorance)" er ein amerikansk dramakomedia frá 2014. Filmurin er skrivaður og leikstjórnaður av Alejandro González Iñárritu. Høvuðsleiklutirnir verða spældir av Michael Keaton, Zach Galifianakis, Edward Norton, Andrea Riseborough, Amy Ryan, Emma Stone og Naomi Watts. Filmurin hevði heimsfrumsýning á Filmfestivalinum í Venedig 2014 og amerikanska biograffrumsýning 17. oktober 2014. Handling. Ein fyrrverandi sjónleikari sum einaferð spældi leiklutin sum ein ikonisk hetja, má yvirvinna sítt ego og sínar familjutrupulleikar, meðan hann spælir í einum sjónleiki á Broadway í eini roynd at endurvinna sína mistu sukse. Blakfjesingur. Blakfjesingur (í Suðuroy føroyskur blakkur ella bara blakkur) er eitt seyðaslag sum stavar frá hálendinum í Skotlandi. Í ensktmælta heiminum verður slagið oftast rópt "Scottish Blackface". Í 20. øld vórðu seyðir av hesum slagi innfluttir til Føroya og blandaðir uppí føroyskan seyð, sum so hevur arvað hesi litbrigdini ið verða nevnd "blakkur" (black). Tað, sum eyðkennir hetta slag er, at tað vanliga hevur ljósan (hvítan) kropp, svart høvd, sum oftast við ljósum múla, og svørt bein. Í upprunaslagnum er alt hornaseyður. Hetta slag sigst vera eitt tað harðbalnasta í øllum Stóra Bretlandi. Céline Dion. Céline Marie Claudette Dion (fødd 30. mars 1968) er ein kanadisk songkvinna, sangskrivari og sjónleikari. Hon varð fødd í Charlemagne, Quebec. Celina Dion hevur selt meira enn 200 milliónir plátur síðan starvsleið hennara sum sangari byrjaði í byrjanini av áttatitalinum. Françoise Hardy. Françoise Hardy (fødd 17. januar 1944 í Paris) er ein fronsk songkvinna og sjónleikarinna. Hon umboðaði Monako í Evropeisku tónleikakappingini Eurovision Song Contest í 1963. Alejandro González Iñárritu. Alejandro González Iñárritu (føddur 15. august 1963 í Mexico City, Meksiko) er ein meksikanskur filmsleikstjóri, filmsrithøvundur, filmsframleiðari, og tónaskald. Fimm av spælifilmum hansara, hava fingið góðar dómar runt heimin, og fingið fleiri Oscar-tilnevningar. Teir filmarnir eru: "Amores perros" (2000), "21 Grams" (2003), "Babel" (2006), "Biutiful" (2010) and "Birdman or (The Unexpected Virtue of Ignorance)" (2014). Í 2015 vann Alejandro tríggjar Oscar-virðislønir fyri filmin Birdman. Virðislønirnar vóru latnar fyri Besta Filmsleikstjóra, Besta Filmshandrit, og Besta Film. Útvortis Leinkjur. Alejandro González Iñárritu á Internet Movie Database Keldur. Leysliga umsett frá ensku wikipediasíðunni Alejandro González Iñárritu Heintað tann 27. februar 2015. Charlotte. Charlotte er býur í amerikanska stakríkinum North Carolina. Í 2018 hevði býurin 872.498 íbúgvar. Við forstøðum vóru tað meiri enn 2,5 milliónir fólk. Hervið er hann størsti býur í norðara parti av stakríkinum. Søga. Býurin er uppkallaður eftir Charlotte av Mecklenburg-Strelitz (1744-1818), kona Georg III av Stórabretlandi. Tollmálið. Tollmálið er eitt gamalt tollmál í Føroyum, ið fer aftur til seinna helming av 1980-árunum og fyrra helming av 1990-árunum. Høvuðspersónurin í málinum er fíggjarmálaráðharri Føroya og harvið eisini landstýrismaður í tollmálum síðan 2011, Jørgen Niclasen, ið hevur verið formaður fyri Fólkaflokkin síðan 2007 og valdur inn í síðan 1994, varamaður frá 1991-93. Málið gjørdist aktuelt aftur í desember 2013, tá ið journalisturin Sveinur Tróndarson skrivaði um tollmálið á portal.fo, har ið hann var ábyrgdarstjóri tá. Nakrir mánaðir seinni gavst hann í tí starvinum, og tá ið Dimmalætting varð endurstovnað og byrjaði blaðútgávu aftur á heysti 2014, gjørdist hann ábyrgdarblaðstóri á Dimmalætting. Í 1992 starvaðist hann hjá Landsgrannskoðanini og var við til at finna útav, at okkurt ikki var sum tað átti at vera í familjufyritøkuni p/f N.Niclasen í Sørvági, og at fyritøkan hevði selt vørur, ið ikki vóru tollaðar. Tað var Jørgen Niclasen, ið var stjóri í fyritøkuni tá. Málið varð meldað til løgregluna, men ongin ákæra varð reist, av tí at tollmyndugleikarnir vistu av tí og ikki gjørdu nokk fyri at fáa tingini í rætt lag. Fjølmiðlarnir bóðu um innlit í málið tá, men tað var noktað teimum av miðfyrisitingini. Jørgen Niclasen var limur í Skattanevnd Løgtingsins frá 1994 til 1998. Ikki fyrr enn 20 ár eftir at málið kom fram, eydnaðist tað fjølmiðlunum at fáa innlit í skjølini. Gongdin í tollmálinum. Í desember 2013 og í 2014 vakti tað stóran ans í Føroyum, tá ið fleiri føroyskir miðlar umrøddu eitt 20-25 ára gamalt tollmál, ið snúði seg um fíggjarmálaráðharra Føroya, Jørgen Niclasen. Málið var serliga viðkomandi, tí at hann var landsstýrismaður í tollmálum. Føroysku fjølmiðlarnir, og serliga Portalurin og Kringvarpið, varpaðu ljós á málið frá 19. desember 2013. Hin 17. januar 2014 valdi Jørgen Niclasen at bjóða fjølmiðlunum til tíðindafund, við sær hevði hann sín advokat, Christian Andreasen. Á tíðindafundinum segði hann m.a., at hann var blivin ákærdur fyri at hava snýtt í tolli, og at tað vildi hann afturvísa. Hann segði, at ákærurnar frá fjølmiðlunum høvdu onki við veruleikan at gera. "Tollur er rindaður alla mína tíð", segði hann og helt fram: "Tað týdningarmesta er, at eg sum stjóri fyri familjufyritøkuna helt landsins lógir." Hann forsvaraði seg við, at orsøkin til, at hann og hansara fyritøka høvdu selt vørur, har ið tollur ikki var goldin fyrst, var tann at teir hildu, at teir høvdu ein tollkreditt. So skjótt sum hann í 1992 hevði fingið upplýst, at tollkreditturin varð uppsagdur, so gavst hann við at selja ótollaðar vørur, og p/f N. Niclasen betalti so nógvar vørur, sum man yvirhøvur orkaði. Advorkatur hansara framlegði eina frágreiðing, sum miðlarnir fingu beint áðrenn tíðindafundurin byrjaði. Nakrir mánaðir seinni framleiddi Kringvarp Føroya eina sending, ið nevnist "Tollmálið" og sum greiddi frá um tollmálið, henda varð víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum í 2014. Sambært sendingini "Tollmálið" hevði journalisturin Sveinur Tróndarson eina stóra persónliga vitan um málið, av tí at hann starvaðist sum grannskoðari hjá Landsgrannskoðanini. Hann hevði verið á lagureftirliti kring um í Føroyum fyri teir føroysku tollmyndugleikarnar í august 1992, og tá fann hann í goymsluni hjá Skipafelagnum í Sørvági, ið lá í sama bygningi sum fyritøkan N. Niclasen, nakrir illgrunasamar listar við yvirliti yvir vørur, og hann visti ikki, hvat ið hesir listar høvdu at týða. Tá ið hann spurdi fólk har á staðnum, um hvat tað merkti, so fekk hann ikki nakað svar. Har vóru fleiri hundrað posteringar. Dagin eftir fór hann á vitjan í einari tolldeild í Klaksvík, og har fann hann eina síðu við eini 5-6 posteringum, ið vóru líkar teimum, ið hann hevði sæð í Sørvági. Tá ið hann spurdi, hvat ið hetta var fyri ein listi, fekk hann at vita, at tað manglaðu nøkur skjøl viðvíkjandi hesum vørum, og tí vóru vørurnar ikki tollaðar enn. Eftirsum tað vóru listar við yvir 300 vørum, ið ikki vóru tollaðar, í Sørvági, so átti goymslan at vera full av vørum, men tað vísti seg, tá ið tollmyndugleikarnir vitjaði staðið enn einaferð, at goymslan var tóm. Teir fingu tá at vita, at vørurnar vóru seldar uttan at vera tollaðar fyrst. Uppskot um misálit. Hin 28. mai 2014 settu andstøðuflokkarnir í Løgtinginum fram uppskot um misálit móti Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra. Hetta hendi fáir dagar eftir, at Kringvarp Føroya hevði sent dokumetarsendingina "Tollmálið", ið snúði seg um, at Jørgen Niclasen eftir øllum at døma hevði snýtt í tolli 20-25 ár, áðrenn sendingin var gjørd. Uppskotið um misálit fall og landsstýrismaðurin helt fram. Tríggir av samgongutinglimunum atkvøddur fyri uppskotinum, harav vóru tveir sambandsmenn, Reimund Langgaard og Helgi Abrahamsen og formaðurin fyri Miðflokkin, Jenis av Rana. Stevndi journalistum. Í januar 2015 kærdi Jørgen Niclasen nakrir føroyskir miðlar til Fjølmiðlakærunevndina. Umleið ein mánað eftir at sjónvarpsdokumentarsendingin, Tollmálið, varð víst í Kringvarpinum, valdi Jørgen Niclasen at taka kæruna aftur til Fjølmiðlakærunevndina. Hann ákærdi nevndina fyri ikki at virka, eftirsum hansara mál enn ikki var viðgjørt. Journalisturin Sveinur Tróndarson segði við Rás2, at tað passaði ikki, tí at málið var aldri lagt fyri nevndina, málið kom ikki longur enn til umsitingina hjá nevndini. Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen helt alla tíðina hildið fast í, at hann hevði fult álit á Jørgen Niclaen. Hin 16. juni 2014 stevndi Jørgen Niclasen fýra føroyskum journalistum fyri ærumeiðing, tey fýra vóru: Dia Midjord, stjóri fyri Kringvarp Føroya, Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, Jan Lamhauge, journalistur í Kringvarp Føroya og Sveinur Tróndarson, ið starvaðist á portal.fo, tá ið skrivingin um Tollmálið byrjaði, men sum ikk var í starvi har longur, tá ið hann varð stevndur. Tá ið Dimmalætting varð endurstovnað og kom út aftur sum vikuskiftisblað frá oktober 2014, starvaðist hann sum ábyrgdarblaðstjóri har. Í sjónvarpssendingini "Sjá", ið Kringvarp Føroya sendi hin 16. november 2014, við Heina í Skorini sum verti, var ein av teimum trimum gestunum, Liljan Weihe. Hon greiddi millum annað frá um tað komandi rættarmálið, ið Jørgen Niclasen hevði reist móti henni og trimum øðrum journalistum viðvíkjandi Tollmálinum. Rættarmálið skuldi eftir ætlan vera í februar 2015, men Liljan Weihe meinti ikke, at tað fór at koma so vítt. Hon segði, at hon væntaði, at øll fýra tíðindafólkini fóru at vera fríkend, tí at tey bara høvdu passa sítt arbeiði. Rættarmálið móti journalistunum í 2015. Jørgen Niclasen, landsstýrismáður í fíggjarmálum, stevndi í 2014 fýra føroyskum journalistum fyri ærumeiðing. Rættarmálið móti teimum trimum tíðindafólkunum frá Kringvarpinum, Jan Lamhauge, Liljuni Weihe og stjóranum Dia Midjord og Sveini Tróndarsyni, ið er fyrrverandi ábyrgdarhavandi redaktørur fyri Portal.fo, og ábyrgdarblaðstjóri í Dimmalætting síðan oktober 2014, byrjaði hin 16. februar 2015. Rætturin hevði avsett tríggjar dagar til avhoyringa av vitnum, teimum ákærdu og av saksøkjaranum, Jørgeni Niclasen. Tann fyrsta dagin framlegði advokaturin hjá Jørgeni Niclasen, Christian Andreasen, ymisk skjøl og vísti video við brotum úr Degi og viku og frá dokumentarsjónvarpssendingini, Tollmálið, fyri at prógva, at tey ákærdu vóru sek í ákærunum. Sambært Kringvarpi Føroya gjørdi dómarin fleiri ferðir Svein Tróndarson varugan við, at hann kundi inkriminera seg sjálvan, um hann avdúkaði sína vitan, ið hann hevði fingið, meðan hann starvaðist fyri Landsgranskoðanina. Hann kundi koma til at bróta sína tagnarskyldu. Sveinur Tróndarsson valdi tó at lata seg avhoyra og svaraði teimum spurningum, ið hann varð spurdur um. Hann greiddi m.a. frá, at tá ið eftirlitið byrjaði í 1992, og teir komu til fyritøkuna N. Niclasen í Sørvági, so funnu teir bert eina vøru, ið var tollað, har áttu at verið 291 vørur. Sambært Christian Andreasen er tað heilt óvanliga groft og ógvusligt at ákæra ein landsstýrismann í fíggjarmálum fyri at hava snýtt tann føroyska landskassan. Sveinur Tróndarson segði, at hansara bakgrund fyri at kunna staðfesta, at talan var um svik, bygdi á tey skjøl, ið vóru almannakunngjørd í málinum umframt hansara vitan um búskap og roknskap. Hann segði eisini, at orsøkin til, at tað 25-ára gamla málið var áhugavert fyri lesaran í dag, júst var tí at tann tá sera ungi stjórin í dag (2015) var landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður fyri Fólkaflokkin, ið er ein av størstu flokkunum í Føroyum. Journalisturin Jan Lamhauge og tíðindaleiðarin Liljan Weihe søgdu eisini í rættinum, at orsøkin til, at tann gamla søgan í heila tikið var áhugaverd fyri almenningin nú, var núverandi støðan hjá Jørgeni Niclasen. Jan Lamhauge varð spurdur, um hví hann brúkti orðini snýt og svik í samband við Tollmálið. Hann svaraði, at journalistarnir í KVF ikki høvdu brúkt orðini snýt og svik tær fyrstu vikurnar, eftir at Portal.fo byrjaði umrøðuna av málinum hin 19. desember 2013. Man brúkti í staðin orðið í endurgevingarformi og ikki beinleiðis, tvs. man endurgav Portal.fo. Tá ið Liljan Weihe varð avhoyrd, varð hon millum annað spurd, um hon meinti at tað var í lagi, at KVF hevði dekkað málið í stórt mát, sum tey høvdu, so svaraði hon, at málið var sera viðkomandi fyri Føroya fólk, tí at talan var um mest maktfulla mann í Føroyum. Eftir hennara tykki hevði Jørgen Niclasen størri makt enn løgmaður. Tá ið kringvarpsstjórin, Dia Midjord, varð avhoyrdur, greiddi hann millum annað frá, at hann varð blivin hóttur við fongsulsdómi av advokatinum hjá Jørgeni Niclasen, Christian Andreasen. Dómsavgerðin - Journalistarnir taptu. Hin 25. februar 2015 fall dómur í málinum. Jørgen Niclasen vann málið og journalistarnir taptu. Journalistarnir vóru dømdir at rinda ávikavist 20 og 10 dagbøtir á 1000 krónur. Harumframt vóru tey saksøktu, Hans Andrias Midjord, Liljan Weihe, Jan Lamhauge og Sveinur Tróndarson dømd til in solidum at rinda saksøkjaranum 50.000 kr í endurgjaldi fyri tort, tó skuldi tann saksøkti Jan Lamhauge í mesta lagi rinda 5.000 kr. Harumframt skuldu tey saksøktu innan 14 dagar in solidum rinda sakarmálskostnaðin til saksøkjaran, Jørgen Niclasen, við 75.000 kr. Sveinur Tróndarson valdi sama dagin at kæra dómin til Landsrættin. Dómarin meinti, at Tollmálið var aktuelt og viðkomandi fyri teir føroysku fjølmiðlarnar, men at mátin teir valdu at siga søguna átti at verði annarleiðis. Sama dagin sum dómurin var sagdur, sendi Kringvarp Føroya, útvarpssendingina "Radarin", ið bara snúði seg um rættarmálið. Kringvarpsstjórin, Dia Midjord, sum var ein av teimum fýra dømdu journalistunum, varð spurdur, um dómurin hevði skatt trúvirði hjá Kringvarpinum. Hann svaraði, at um dómurin stóð einsamallur, so hevði hann skatt trúvirði hjá Kringvarpinum. Hann helt, at KVF gott kundi havt sagt søguna á ein annan hátt og valt onnur orð, enn tey gjørdu, tá ið tey lýstu málið. Hann segði eisini, at hann helt, at tað var keðiligt fyri framsøgufrælsið, at føroyskir journalistar framyvir vóru noyddir at leggja bond á seg sjálvar. Advokaturin hjá Sveini Tróndarson, Bjørn á Heygum, fanst at dóminum, dagin eftir, at dómurin var feldur, viðvíkjandi tekstinum um, at Føroyar var eitt lítið samfelag, og at "man kan risikere, at den nødvendige minimumsrekruttering af opstillede til politiske valg trues", sum tað stóð í dómsavgerðini. Harvið blandar dómarin jura og politikk saman, segði Bjørn á Heygum, eftir hansara meining hoyrir ein sovorðin setningur ikki heima í einum dómi. Hann segði við Kringvarp Føroya, at tað júst er uppgávan hjá fjølmiðlunum at vera kritiskir, soleiðis at ein og hvør ikki stillar upp til politisk val, og at óynskt element lata vera við at stilla upp til eitt val. Hann meinar, at dómurin er prinsipiellur, eftirsum rætturin nú eftir henda dómin, hevur álagt føroyskum fjølmiðlum sensur. Hann setti eisini spurnartekin við, um orðið "snýt" nú framyvir ikki má nýtast av tí føroysku pressuni um ólóglig viðurskifti, uttan so at talan er um strafbar viðurskifti, tí um tey gera tað, so kunnu tey enda við at verða dømd fyri ærumeiðing, sum í hesum málinum. Hin 27. februar 2015 valdu teir tríggir journalistarnir frá Kringvarpi Føroya at kæra dómin til Landsrættin. Rættarmálið í Eystara Landsrætti. Rættarmálið átti at byrja 29. september 2015 í Eystara Landsrætti, ið hevur ein eykatingstað í Føroya Rætti í Havn. Men tað uppstóð ósemja millum advokatin hjá Jørgeni Niclasens, Christian Andreasen, og advokatin hjá Kringvarpi Føroya, Ole Liedke. Liedke metti, at dómararnir bert áttu at taka avgerð um tey 16 sitatini, ið vórðu nevnd í dómssøgnini í februar 2015. Men Christian Andreasen meinti, at rætturin átti at taka støðu til øll 70 sitatini og allar ákærur. Liedke segði, at um so var, so hevði hann brúk fyri meira tíð, tí hann hevði bert fyrireika seg uppá tey 16 sitatini. Dómararnir eru Ulla Langholz, Bo Østergaard og Ole Græsbøll Olesen. Tann 30. september gjøgnumgekk rætturin øll sjónvarpsbrotini úr Degi og Viku hjá Kringvarp Føroya, ið vóru viðkomandi fyri málið, frá 19. desember 2013, tá ið umrøðan av sonevnda Tollmálinum byrjaði, til 14. februar 2014, tá ið Jørgen Niclasen meldaði journalistarnir fyri ærumeiðing. Hetta tók knappar tveir tímar. Eftir eina stutta pausu, varð sendingin "Eg helt landsins lógir" víst, tað tók umleið ein tíma. Síðan vóru frágreiðingarnir frá journalistunum úr Føroya Rætti lisnar upp, og síðan kundu advokatarnir spyrja uppfylgjandi spurningar. Rættarmálið helt fram hin 4. oktober 2015, har ið journalistarnir vóru avhoyrdir. Tað bleiv eitt nú spurt um sendingina "Eg helt landsins lógir", advokaturin Christian Andreasen spurdi Liljan Weihe, um hví hon ikki broytti innihaldið í sendingini, áðrenn hon varð send, eftir at stjóri hennara, Dia Midjord, hevði sagt, at hann var ónøgdur við sangvalið. Hetta var komið fram í einari Degi og Viku tíðindasending frá Kringvarpinum hin 26. februar 2015 í einum broti, ið Heini Gaard hevði gjørt. Sangurin ið sipa varð til, var ein sangur, ið Jørgen Niclasen sjálvur syngur og spælir guitar til, fyri útvarpsvertinum Elisi Poulsen í beinleiðis útvarpssendingini "Lurtararnar og vit". Liljan Weihe svaraði, at tað kendi hon absolut einki til. Tá ið Dia Midjord, stjórin í Kringvarpinum, varð spurdur um sendingina og um sangvalið, greiddi hann frá, at tað ikki var hansara uppgáva at blanda seg í tað journalistiska arbeiði, men hann viðgekk, at hann ikki var nøgdur við valið av tónleiki, m.a. við sangin, ið Jørgen Niclasen sjálvur hevði sungið. Dia Midjord segði, at hann meinti, at KVF í hvussu so er átti at havt kunna hyggjaran um, hví tey høvdu valt at taka sangin við. Hann sipaði til tað ið journalisturin Jan Lamhauge hevði sagt í rættinum sama dag, nevniliga at starvsfólk hjá Kringvarpinum til fánýtis í fleiri vikur høvdu roynt at fingið eina samrøðu við Jørgen Niclasen, men at hann noktaði at úttala seg. Men so við eitt var hann knappliga at hoyra sum ein av luttakarunum í útvarpssendingini "Lurtararnir og vit", ið eisini er ein sending hjá Kringvarpinum, í beinleiðis sending, har ið Elis Poulsen vitjaði ymisk arbeiðspláss, og henda dagin var hann í Fíggjarmálaráðnum, og har hevði hann hitt Jørgen Niclasen og gjørt eina óformella samrøðu við hann, og har hevði Jørgen so sungið fyri Elis og lurtarunum hjá Kringvarpinum. Dia Midjord segði, at hann ikki hevði kravt, at nakað skuldi takast úr sendingini, men at hann hevði ynskt, at tað vóru gjørdar nakrar broytingar. Tann 6. oktober 2015 góvu verjarnir hjá journalistunum teirra frágreiðing fyri dómarunum. Ole Liedke brúkti tríggjar tímar og eitt korter at føra málið fyri teir tríggjar journalistarnar úr Kringvarpi Føroya, meðan Bjørn á Heygum brúkti ein tíma og eitt korter at føra málið fyri Sveinur Tróndarson, ið júst tá var ábyrgdarhavandi journalistur á Dimmalætting, men sum í 2013 var ábyrgdarhavandi journalistur fyri Portal.fo. Journalistarnir fríkendir. Hin 18. november 2015 fall avgerðin í Eystara Landsrætti í málinum móti teimum fýra journalistunum, ið Jørgen Niclasen hevði stevnt fyri ærumeiðing. Allir fýra journalistar vóru fríkendir. Tó var útsøgnin "”Snýtti við tolli: Fíggjarmálaráðharrin snýtti landskassan fyri 600.000 kr.”" dømd sum "ubeføjet", ið sambært orðabók Sprotans merkir: 1 óheimilaður, við ongari heimild, heimildarleysur, sum er gjørt í heimildarloysi, óbiðin, ógrundaður, óneyðugur. 2 et u. angreb ógrundað álop. Jørgen Niclasen umhugsar, um hann skal kæra avgerðina hjá Eystara Landsrætti inn til Hægsta Rætt. Norðursámiskt mál. Norðursámiskt er eitt sámiskt mál, ið verður tosað í Svøríki, Finnlandi og Noregi. Pitesámiskt mál. Pitesámiskt er eitt sámiskt mál, ið verður tosað í Svøríki og Noregi. Einans 25-50 fólk tosa tað, og málið er tí doyggjandi. Moderna Museet. Moderna Museet er eitt savn í Stokkhólmi. Lulesámiskt mál. Lulesámiskt er eitt sámiskt mál, ið verður tosað í Svøríki og Noregi. Inarisámiskt mál. Inarisámiskt er eitt sámiskt mál, ið verður tosað í Finnlandi. Einans umleið 300 fólk tosa tað, og málið er tí doyggjandi. Surf's Up. Surf's Up er ein Oscar-tilnevndur amerikanskur animatiónsfilmur frá 2007. Filmurin er telduanimeraður og snýr seg um tann unga pingvinin og surfarin, Cody Maverick úr Frøsericia í Antarktis, ið droymir um at gerast eins góður surfari sum fyrimynd hansara, Big Z. Røddir í upprunaútgávuni. Bob Bergen Jillian Bowen Johanna Braddy John Cygan Courtnee Draper Bill Farmer Andy Fischer-Price Teresa Ganzel Jess Harnell Jesse Head Sherry Lynn Danny Mann Mickie McGowan Alec Medlock Laraine Newman Jan Rabson Meagan Smith Marisa Theodore Crawford Wilson Jacob Zachar Favrskov kommuna. Favrskov kommuna (danskt: "Favrskov Kommune"), er ein kommuna í Región Miðjútland í Danmark. Skríggið. Skríggið (norskt: "Skrik") er ein kendur málningur av Edvard Munch. Málningurin finst í fýra útgávum og harafturat sum litografi. Roy Lichtenstein. Roy Fox Lichtenstein (føddur 27. oktober 1923 í New York, deyður 29. september 1997 í New York) var ein amerikanskur listamálari og grafikari. Í 1960-árunum var hann, saman við Andy Warhol, Jasper Johns og James Rosenquist og øðrum, undangongumaður innan eitt nýtt slag av list, Pop-Art. Hann fekk eitt nú íblástur frá teknirøðum. "Whaam!" og "Drowning Girl" verða ofta søgd at vera hansara kendastu verk, meðan "Oh, Jeff...I Love You, Too...But..." sigst vera hansara triðkendasta verk. Mark Rothko. Mark Rothko (føddur 25. september 1903 í Dvinsk, deyður 25. februar 1970 í New York) var ein amerikanskur listamálari av russiskari, jødaætt. Hann verður oftast sagdur at vera abstrakt impressionistur. Saman við Jackson Pollock og Willem de Kooning, verður hann ofta mettur at verða ein av kendastu amerikonsku amerikonsku listafólkunum frá eftirkrígstíðini. Franska Gujana. Franska Gujana (á fronskum Guyane française ella bara Guyane) er í landnyrðingspartinum í Suðuramerika, eystan fyri Surinam og norðan fyri Brasil. Tað er franskur landslutur, har tey hava evruna sum gjaldoyra, og fólkið hevur atkvøðurætt til øll val í Fraklandi. Høvuðsstaðurin er Cayenne, sum hevur givið navn til m.a. cayennepipar. Landið er um leið tvær ferðir so stórt sum Danmark, men har búgva bara um leið 250.000 fólk. 95,5 prosent av lendinum í Fronskum Gujana er regnskógur, ið er ein tann fremsti í heiminum, tá ið talan er um lívsfrøðiligt margfeldi. Einasta hjálandi, ið er eftir í Suðuramerika, er Franska Gujana, í mong ár kent fyri Devlaoynna, illa gitnu fangaleguna stutt úti fyri strondini. Nú er landið betur kent fyri at vera miðstøð fyri evropeiskar rúmdarverkætlanir. Búskapur. Búskaparliga er Franska Gujana tætt knýtt at Fraklandi og fær meginpartin av inntøkum sínum haðan. Hetta hevur við sær, at húskorini eru ímillum tey bestu í Suðuramerika. Gullmálmur er at finna í skóginum, men tað er torført at útvinna hann, tí har eru næstan eingir vegir. Franska Gujana hevur einki vegasamband við grannalondini Brasil og Surinam. Á marknastøðunum mugu ferðandi fara við báti tvørtur um marknaráirnar. Á trimum oyggjum úti fyri strondini á Fronskum Gujana var til 1953 ein illa gitin revsilega. Tann størsta oyggin eitur Djevlaoyggin. Í 100 ár sendi hjálandaveldið Frakland 75.000 revsifangar út hagar. Talan var um landasvíkjarar, brotsmenn og herrýmingar. Einans trý prosent av teimum komu frá teimum ræðuligu korunum á lívi. Nær við ta gomlu revsileguna á oyggjunum úti fyri Fronskum Gujana er nú á døgum ein tann týdningarmesta inntøkukeldan í landinum. Tað er ein rúmdarstøð, har ESA, tann Evropeiski rúmdarfelagsskapurin, sendir síni rúmdarfør út í rúmdina. Fleiri enn 15.000 fólk búgva og starvast í Kourou, ið er rúmdarstøð hjá Evropeiska rúmdarsambandinum (ESA). Haðan verða arianerakettir skotnar út í rúmdina við fylgisveinum og sondum. Arbeiðsloysið er stórt, men nógv vóna, at vaksandi ferðavinna fer at skapa arbeiðspláss. Tað, sum kann draga ferðafólk hendan vegin, er fyrst og fremst náttúran: Har eru 1300 sløg av trøum, 190 sløg av súgdýrum, 720 fuglasløg og 480 fiskasløg. Mesta fólkið býr fram við strondini, so meginparturin av landinum er ónomin tropiskur regnskógur við ógvuliga nógvum og fjølbroyttum plantu- og dýralívi, har er t.d. oselotur, jaguarur, puma og satt skriðdýrameingi. Fólkið. Mesta fólkið býr fram við strondini, so meginparturin av landinum er ónomin regnskógur. Fólkið er av blandaðum uppruna, úr næstan øllum heimi. Við fólkateljingina í 2011 vóru 56,5% av íbúgvunum fødd í Franska Gujana, 9,3% vóru fødd í meginlands Fraklandi (í Evropa), 3,4% vóru fødd í Fransk Karibisku departementunum Guadeloupe og Martinique og 30,5% uttanlands (fyrst og fremst Suriname, Haiti og Brasil). Í Fronskum Gujana býr eisini ein stórur bólkur, sum er ættaður úr Laos (ið áður hoyrdi til Fraklands sum partur av hjálandinum Fronskum Indokina). Næstan helvtin av fólkinum er fødd uttanlands, í Fraklandi ella aðrastaðni, har Frakland hevur rátt ella framvegis ræður. Upprunafólkið, indiánararnir, telur bert trý til fýra prosent av fólkatalinum. Eingin veit við vissu, hvussu nógvir teir eru. Ymiskt bendir á, at tað framvegis eru fólkabólkar í regnskóginum, sum ikki enn hava havt nakað samband við umheimin. Í regnskóginum liva eisini eftirkomarar hjá trælum, sum einaferð vórðu førdir um hav úr Afrika. Næstan ongar vørur verða gjørdar í Fronskum Gujana. Har er fiskivinna, og úti við strondina dyrka tey bananir og sukurrør. Næstan alt, sum fæst til keyps í landinum, er innflutt, meginparturin úr Fraklandi. Mál. Almenna málið er franskt, men fleiri onnur mál verða tosað í Fransk Gujana, eitt nú Fransk Gujana Kreolskt, seks Amerindiansk mál (Arawak, Palijur, Kali'na, Wayana, Wayampi, Emerillon), fýra Maroon málføri (Saramaka, Paramaccan, Aluku, Ndyuka), og Hmong Njua.[18] Onnur mál ið verða tosað í landinum eru eitt nú portugiskt, hakka, haitiskt kreol, spanskt, niðurlendskt og enskt. M-Maybe. "M-Maybe" er ein kendur pop-art málningur frá 1965 av Roy Lichtenstein. Málningurin hongur í Museum Ludwig í Köln. Islamiskur Statur. Islamski Staturin stytt IS, ISIS ella ISIL (ad-Dawla al-Islamiyya (fi al-Iraq wa al-Sham) (Daesh) er ein sunniislamistisk rørsla, av fleiri londum skýrdur sum yvirgangsfelagsskapur, ið fyrst og fremst er virkin í Irak og Sýria. IS hevur í 2014 stovnað eitt kalifat, eitt Islamskt ríki, í pørtum av Sýria og Irak. Felagsskapurin hevur síðani november 2014 eisini fingið fótafesti í Libya og hevur spakuliga voksið seg fram í landinum, meðan Vesturheimurin, við USA á odda, hevur bumbað stríðsfólkini hjá IS í Sýria og Irak. IS virðir ikki fornaldar virðir og setti í mars 2015 í verk oyðileggingar av fornaldarøkinum Nimrud. IS er eisini kent fyri at burturføra vesturlendingar og hevur hótt við at myrða fólkini. Tá ið teirra krøv ikki verða eftirlíkaði, so avrætta teir hesi fólk, og tað gera teir t.d. við at hálshøggja tey fyri opnum skermi, meðan teir sjálvir hava masku fyri andlitið, so teir ikki skulu kennast aftur. ISIS hevur hertikið eitt øki á stødd við Bretland í Sýria og Irak. IS verður mett sum vandamiklasti yvirgangsfelagsskapur í heiminum í 2015 og framdi tað størsta yvirgangsálopið í París í nýggjari tíð. Leiðarin í felagsskapinum, Abu Bakr al-Baghdadi hevur útnevnt seg sjálvan til kalif, ið er heiti á einum eftirmanni Muhammeds sum oddamaður í muslimska heiminum. IS hevur sett í verk sharia-lógir í teimum økjum, har felagsskapurin hevur valdið. Felagsskapurin er illa umtóktur av mongum kring heimin fyri víðgongda harðskapin, eitt nú hevur IS krossfest fangar, hálshøgt teir og framt fleiri hópdráp á sivilfólk. IS hevur eisini tikið uppaftur trælahald í sínum økjum. Samgongan ímóti IS, sum er undir leiðslu av USA, framdi í august og september í 2014 fleiri bumbuálop móti Islamskum Stati. Danmark luttók við sjey stríðsflogførum í krígnum ímóti bólkinum í Irak. Í oktober 2015 framdi Russland bumbuálop einsamalt í Sýria sum formelt eisini er vent ímóti IS. Higartil hava hesi álop tó ikki verið vend bara ímóti IS men eisini ímóti teimum meira moderatu uppreistrarbólkunum, ið stríðast ímóti forsetanum í Sýria. Machu Picchu. Tað ið er eftir av býnum Machu Picchu. Machu Picchu (quechua: Machu Pikchu, eisini kent sum Horvni inkabýurin) høgt uppi í Andesfjøllum í Perú var týdningarmikil inkabýur í 15.- og 16. øld; hann lá væl fyri hermálsliga og var ringur at søkja at. Skansabýurin Machu Picchu var 12 km2 til støddar. Hann var bygdur á nógvar bríkar, ið vóru høgdar inn í fjallalíðina, fleiri enn 600 m. uppi. Machu Picchu liggur 2430 metrar yvir havinum. Tað var so mikið torført at sleppa til býin, at spaniólar ongantíð funnu hann. Tað er ikki lætt at koma til inkabýin Machu Picchu, sum doyði út og varð fjaldur av trøum og øðrum plantuvøkstri. Nú á døgum er hann kent ferðamál. Í 1530-árunum gjørdu spaniólar innrás í Inkaríkið og hertóku landið Perú. Tað var viknað av innanhýsis ósemjum, og hertøkan elvdi til, at inkamentanin syndraðist. Nógv fólk doyðu, býir vórðu lagdir í oyði, og bríkar og vatningarskipanir fóru fyri skeyti. Sponsku hertakararnir varnaðust ikki býin, tá ið teir tóku landið í 1532, og ikki fyrr enn í 1911 kom amerikanski fornfrøðingurin Hiram Bingham fram á “horvna býin”, ið hann leingi hevði verið nevndur. Har eru toftir av til dømis templum og 143 sethúsum. Næstan 400 ár seinni varð ein gloymdur býur funnin aftur uppi á einum fjalli. Nú varð býurin nevndur Machu Picchu. Áðrenn býurin varð avtoftaður, var hann bústaður hjá teimum seinastu inkakongunum. Machu Picchu varð sett á heimsmentanararvslistan hjá UNESCO í 1983. Oh, Jeff...I Love You, Too...But.... "Oh, Jeff...I Love You, Too...But..." er ein kendur pop-art málningur frá 1964 av Roy Lichtenstein. I Know...Brad. "I Know...Brad" er ein kendur pop-art málningur frá 1964 av Roy Lichtenstein. Málningurin hongur í Wallraf-Richartz Museum í Köln. Hopeless (Roy Lichtenstein). "Hopeless" er ein kendur pop-art málningur frá 1963 av Roy Lichtenstein. Málningurin hongur í Kunstmuseum Basel. Fólkatalsfrøði. Fólkatalsfrøði sigur nakað um fólkatal, broytingar í fólkatali, og um hvussu fólkatalið er býtt eftir økjum – harumframt eisini um aldurs- og kynssamanseting o.a. Fólkatalsfrøði ella íbúgvafrøði eru vísindini um gongdina í fólkatalinum, um fólkasamanseting við atliti at kyni, aldri og borgarastøðu, um landafrøðiliga býtið í íbúgvatali og samanseting, og um tær broytingar í íbúgvatali og samanseting, sum koma av gongdini í føðitíttleika, deyðstíttleika, tilflyting og fráflyting. Hugtakið demografi (δημογραφία) er grikskt og merkir lýsing av viðurskiftum viðvíkjandi fólkatalinum. Íbúgvaviðurskiftini verða lýst fyri eitt land og landspartar á ein hátt, so beinleiðis samanberingar kunnu gerast við onnur lond. Fólkatalsfrøði verður brúkt til at lýsa fólkatalsgrundarlagið í einum samfelag, í einum øki – og verður eisini brúkt, tá ein lýsing verður gjørd av, hvørjir menningarmøguleikar eru í økinum, hvat fólkatali viðvíkur. Orsøkin til at fólkatalsfrøði hevur týdning fyri menningarmøguleikarnar í einum øki er, at bæði tørvur og arbeiðsorka hjá fólki broytist við aldrinum. Greitt er harumframt, at tørvurin á barnaansing, skúlum, frítíðartilboðum, arbeiðsplássum, bústøðum, heilsu- og eldrarøkt er neyvt tengdur at, hvussu aldurbýtið er í økinum. Hagstova Føroya savnar, víðger og kunnger íbúgvafrøðiligar upplýsingar um Føroyar. Richterstigin. Richterstigin er ein háttur at siga frá styrkini á jarðskjálvta. Stigin er logaritmiskur og gongur úr 0 upp í 10. Jarðskjálvtar verða ofta máldir við seismografi. Richterstigin vísir ikki til, hvussu stóran skaða ein jarðskjálvti ger, men harafturímóti til megina í risting­unum í skjálvtamiðdeplinum. Skjálvtamiðdepilin í jarðarskorpuni verður nevnt "episentrum". Jarðskjálvtar langt undir jarðarskorpuni kunnu verða máldir ovarlaga á Richterstiganum, men tó bara elva til smávegis skaða. Hinvegin kann ein jarðskjálvti nær jarðarýtuni elva til stórar oyðileggingar, hóast talið á Richterstiganum er lítið. Jarðskjálvtarnir, sum hava rakt fólk harðast, hava vanliga havt eitt virði um 7 ella hægri. Harðasti jarðskjálvtin, sum nakrantíð er máldur, var í Kili í 1960. Hann var 9,5 á Richterstiganum. Bob Marley. Jamaikanski sangarin Bob Marley (f. 6. februar 1945 í Jamaika – d. 11. mai 1981 í Florida) gjørdi reggaetónleikin heimsgitnan. Robert Nesta Marley varð føddur 6. februar í 1945 í Nine Mile, Saint Ann á Jamaika. Hann gav sum 17 ára gamal út sítt fyrsta lag, "One Cup Of Coffee", men tað var ikki fyrr enn 10 ár seinni, at hann fekk sítt altjóða gjøgnumbrot. Bob Marley eigur ikki minni enn 13 børn. Og út av hesum 13 hava millum annað synirnir Ziggy Marley, Stephen Marley og Damian Marley fingið eina tónleikayrkisleið eins og pápin. Ziggy Marley er forsangari í bólkinum “Ziggy Marley and the Melody Makers”, har Stephen Marley eisini er við. Damian Marley er eisini reggaetónleikari. Seinasta ynski hjá Bob Marley var at doyggja á Jamaika millum vinir og familju, men hetta fekk hann tíverri ikki uppfylt. Bob Marley doyði av krabbameini á einum sjúkrahúsi í Miami, Florida. Hetta var 11. mai 1981. Bob Marley tók undir við útsøgn og læruni hjá Haile Selassie viðvíkjandi rastafarilæruni. The Pirate Bay. The Pirate Bay er ein heimasíða, sum er mest kend fyri at geva brúkarum møguleikan at taka niður filmar, sjónvarpsrøður, telduspøl, forrit, tónleik og annað, uttan at brúkarin rindar fyri tað. Tí royna myndugleikar eisini regluliga at stongja síðuna, tí tey, ið brúka hana, ikki virða upphavsrættin hjá teimum, ið hava framleitt ymiskt tilfar. The Pirate Bay varð stovnað av fýra svium í 2003, men teir hava stríðst við lógina og løgregluna líka síðani stovnanina. Í 2009 dømdi Svenski Hægstirættur teir fyri brot á upphavsrættin. Fleiri lond hava eisini roynt at forða teirra íbúgvum at brúka síðuna, men tað hevur vanliga verið til fánýtis. Jeb Bush. John Ellis "Jeb" Bush (føddur 11. februar 1953) hevur verið guvernørur í Florida 1999-2007, er bróður George W. Bush og sonur George H. W. Bush. Hann var m.a. guvernørur, tá atkvøðurnar til forsetavalið í 2000 máttu teljast av nýggjum, og beiggin varð valdur til forseta heldur enn Al Gore. Konan, Columba Garnica Bush, er fødd í Meksiko, hann tosar flótandi spanskt og hevur tikið við katólskari trúgv. Tað ger Jeb Bush væl dámdan millum amerikanarar við latínamerikanskari bakgrund. Republikanararnir hava fyri neyðini at fáa stuðul frá hesum týðandi fólkabólki fyri at klára seg í 2016. Forsetaval verður í november 2016. Sterkar kreftir í Republikanska Flokkinum hava leingi arbeitt fyri at fáa Jeb Bush at gerast maðurin, sum skal bjóða møguliga Demokratiska valevninum Hillary Clinton av í 2016. Tey halda, at tað nú er gingin nóg long tíð til, at beiggi hansara, George W. Bush, sum als ikki er væl dámdur í fólkinum, kann oyðileggja umdømið. Nimrud. Nimrud ella Nimrod er eitt øki við fornum leivdum umleið 40 km sunnanfyri Mosul við Tigris í norðara Mesopotamia, har ið fornaldar Kalhu ella Kalah lá, og sum var ein týdningarmikil býur í Assýria. Býurin var høvuðsstaður í ríkinum leingi. Fornfrøðingar meta, at navnið er frá nýggjari tíð og kemur av Nimrod kongi, ið er ein kongur úr Bíbliuni. Nimrud varð stovnaður í 13. øld f. Kr. og gjørdist høvuðsstaður Assýrialands í 9. øld f.Kr. undir Assurnasirpal 2. kong, og varð lagdur í oyði 612 f.Kr.. Oyðileggingar í 2015. Tann islamiska rørslan, IS, oyðilegði í 2015 stórar partar av fornaldarøkinum, tí sambært teimum vóru fornaldarmentanin, fólkið og tess trúgv heiðin og samtykti ikki við islamskari siðvenju. Oyðileggingarnar síggjast á video, ið Islamiski Staturin hevur útgivið í mars 2015. Á videofilminum sæst, hvussu bulldosarar koyra yvir og oyðileggja útgravaða økið við fornaldargripunum. Nils Dardel. "Den döende dandyn" av Nils Dardel Nils Elias Christoffer von Dardel, kendur sum Nils Dardel (føddur 25. oktober 1888 í Bettna, deyður 25. mai 1943 í New York) var ein svenskur listamálari. The Interview. The Interview er ein amerikanskur filmur frá 2014. Filmurin er ein politiskur skemtifilmur og handlar um ein sjónvarpsvert, ið skal drepa norðurkoreanska politiska leiðaran Kim Jong Un. Norðurkoreanskir myndugleikar hava fleiri ferðir mótmælt filminum, ið tey meta seta Norðurkorea í eitt ringt ljós. Tað eru eisini norðurkoreanskir teldusníkar, ið sigast hava gjørt seg inn á Sony. FBI hevur lagt Norðurkorea undir, at standa aftanfyri álopið á fyritøkuna Sony. Nógvir loyniligir upplýsingar og samrøður vóru latnar almenninginum og ikki gekk long tíð, áðrenn Sony gav eftir og valdi at avlýsa sýningina av filminum. Tá tað gjørdist greitt, at Sony hevði avlýst sýningina, tóku nógv til orðanna og fordømdi avgerðina. Millum teirra var amerikanski forsetin, Barack Obama, ið fanst at Sony fyri at boyggja seg fyri fremmandum maktum. Formaðurin í Sony, Michael Lynton segði 23. des. 2014, tá tað gjørdist greitt, at filmurin verður sýndur: "Vit eru errin yvir at filmurin verður tøkur fyri fjøldini, og fyri at hava staði móti teimum, ið royna at kúga talufrælsinum". Søga. Verturin í kjaksendingini Skylark Tonight, Dave Skylark (James Franco) og produsari/vinmaður hansara, Aaron Rapaport (Seth Rogen), senda tey nýggjastu tíðindini innan celebrity-slatur. Tað býður Aaron ímóti, tá hann heldur vil útvarpa tíðindi av størri týdningi. Teir báðir fáa blóð uppá tonnina, tá teir lesa, at leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-Un, elskar kjaksending teirra. Tá tað eydnast teimum at bóka eina samrøðu við Kim Jong-Un, mugu teir fyrireika seg at ferðast til Pyongyang, Norðurkorea. Àðrenn teir fara avstað, verða teir tiknir inn av CIA, ið vil hava Dave at myrða Kim Jong-Un. Die Wacht am Rhein. Die Wacht am Rhein er ein týsk, tjóðskaparlig yrking. Hon var yrkt í 1840 av Max Schneckenburger, og í 1854 gjørdi Karl Wilhelm lag til yrkingina. Hóast tann veruligi tjóðsangurin hjá tí táverandi týska ríkinum var "Heil dir im Siegerkranz", var Die Wacht am Rhein oftari sungin í tjóðskaparligum samanhangi. Arearea. "Arearea" er ein kendur málningur frá 1892 av Paul Gauguin. Málningurin hongur í Musée d'Orsay í Paris. Paul Gauguin. Eugène Henri Paul Gauguin (føddur 7. juni 1848 í Paris, deyður 8. mai 1903 í Atuona) var ein franskur listamálari. Kríggið ímóti IS. Kríggið móti IS byrjaði hin 14. juni 2014 og gongur fyri seg enn. Tað byrjaði í Sýria og Irak, har borgarakríggj hevði herjað eina tíð. Seinni breiddi tað seg til Libya og Nigeria. IS er stytting fyri Islamski Staturin. Mótparturin, ið stríðist móti IS, eru USA, Avstralia, og fleiri lond úr Evropa, teirra millum er Danmark. IS framdi hernaðarligar atsóknir og vunnu landøki í Irak og Sýria í fyrru helvt av 2014, men tað at tað frættist, at mannarættindi ikki vórðu vird førdi til at umheimurin fordømdi gerðirnar hjá IS og tað førdi eisini til, at fleiri lond fóru at umhugsa at leggja uppí stríðið við hernaðarligari makt. USA gongur á odda í stríðnum móti IS. Iran og tess sameindu, Hezbollah, vóru tey fyrstu ið bardust móti IS á landi. USA sendi herdeildir til Irak í juni 2014, og í august 2014 byrjaði USA at bumba regiónina loftvegis í stórum stíli. Síðan hava fleiri ymisk lond á ymiskan hátt lagt seg útí borgaraskríggini í Sýria og Irak. Hin 1. februar 2015 kunngjørdi forsætisráðharri Iraks, at kríggið móti IS í veruleikanum var Triðja heimskríggj, orsakað av at IS hevði kunngjørt eitt Alheims Kalifat, hvørs endamál er at vinna á øllum heiminum, og tess hepni til at spjaða konfliktina til fleiri lond uttanfyri Miðeystur. Mona Lisa. "Mona Lisa" ella "La Gioconda" er ein kendur málningur av Leonardo da Vinci. Málningurin hongur í Louvre í Paris. Leonardo málaði málningin tíðarskeiíð 1503–06. Tað var hin múgvandi Francesco del Giocondo, ið bílegði málningin, hann ynskti at fáa ein málning av ungu konu síni, tann tá 24 ára-gamla Lisa del Giocondo. Eftir at málningurin var liðugur, valdi Leonardo tó at hava málningin sjálvur, og tók hann við sær á sínum ferðum. Í Louvre savninum í Paris, hevur málningurin sín heilt egna vegg og er eftiransað av tveimum vaktarmonnum í upplatingartíðini. Frans 1. av Fraklandi stovnaði listasamlingina hjá Louvre eitt nú við verkum eftir Titian og Raphael, sum hann tók við sær heim úr Italia sum herfong. Hann tók eisini bæði "Mona Lisa" ("La Gioconda") og listamannin, ið málaði tað, Leonardo Da Vinci, við sær til Fraklands. Monika Kuszyńska. Monika Kuszyńska (fødd 14. januar 1980 í Łódź) er ein pólsk songkvinna. Hon er kend frá bólkinum Varius Manx. Hon umboðaði Pólland á Eurovision Song Contest 2015. Trijntje Oosterhuis. Judith Katrijntje "Trijntje" Oosterhuis (fødd 5. februar 1973 í Amsterdam) er ein niðurlendsk songkvinna. Hon fer at umboða Niðurlond á Eurovision Song Contest 2015. Twitter. Twitter er ein samfelagsmiðil á internetinum, ið gevur brúkarum møguleika at senda (og lesa) eini boð ella sokallaði "tweet" uppá 140 tekn. Brúkarir kunna sleppa á Twitter ígjøgnum almennu heimasíðuna, SMS, ella eitt fartelefon app. Twitter varð stovnað í 2006 av Jack Dorsey, Evan Williams, Biz Stone og Noah Glass. Tænastan varð skjótt væl umtókt, og hevði í 2012 meir enn 100 millión brúkarir, ið sendu 340 milliónir tweets um dagin. Twitter hevur verið lýst sum "SMS Alnótarinnar". Twitter hevur høvuðsæti í San Francisco, USA og hevur meir enn 25 skrivstovur kring heimin. Aramæiskt mál. a> (tvey tey síðstu við arabiskari skrift). Aramæiskt (fornsýriskt ܐܪܡܝܐ "Aramaya") er eitt nú svinnandi semitiskt mál, sum hevur eina minst 3000 ára gamla søgu. Aramæiskt er nær skilt við fønikiskt og hebraiskt, og fjarari (longri úti), við arabiskt. Gamla aramæiska skriftmálið legði lunnar undir øðrum nýggjari skriftmálum, t.d. hebraiskum og arabiskum. Aramæiskt var gerandismál í Juda í seinna tempultíðarskeiðnum (539 f.Kr.-70 e.Kr.), og fleiri jødiskir tekstir, m.a. partar av bíbliuni (gamla testamenti), vórðu skrivaðir á aramæiskum. Málið verður hildið at vera móðurmálið hjá Jesusi og teimum hann prædikaði fyri í síni samtíð. Aramæiskt var gerandismálið í meginpartinum av Miðeystri fram til 7. øld, tá islam og harvið arabiska málið tók yvir. Nútíðar aramæisk málføri (dialektir) nevnd "nýaramæiskt" ("Neo-Aramaic") verða enn tosað av uml. 4-500.000 kristnum upprunafólkum í Miðeystri, har meginparturin av teimum kristnu nú annars tosa arabiskt, og av assýriskum útlegdarfólki, serliga í vesturheiminum. Í núlivandi málførunum (dialektiunum) eru tveir høvðusbólkar, assýriskt nýaramæsikt (Assyrian Neo-Aramaic) og kaldæiskt nýaramaiskt (Chaldean Neo-Aramaic) ið umfata uml. 90% av øllum teim aramæisktmæltu. Hesi búgva í útnyrðingsIran, landsynningsTurkalandi og Norður Irak. Nýaramæiskt varð tosað av kristnu maronittunum í Libanon fram til 17 øld tá tað var endaliga avloyst av arabiskum. Síðan hevur tað bara verið brúkt sum gudstænastumál av maronittunum. Endurkveikjan. Seinastu árini eru maronittar í ísraelsku bygdini Jish, har málið annars er arabiskt, við stuðli frá ísraelska undirvísingarmálaráðnum, farnir undir at endurkveikja nýaramæiskt sum gerandismál í bygdini, har málið hevur fingið almennan status og er vorðið lærugrein í barnaskúlanum. Í 2014 avgjørdi Ísrael at viðurkenna aramæiska samfelagið sum ein serstakan (kristnan) minniluta í landinum, so kristin nú kunnu skráseta seg sum verandi "aramæar" heldur enn "arabar". Flestu ið velja hendan møguleikan eru maronittar, hvørs forfedrar vóru aramæiskt mæltir kristnir libanesar. Mállæra. Aramæiskt hevur tvey kyn, kvennkyn og kallkyn, eins og latínsku málini. Lýsingarorð bendast eftir kyni, tali og falli, og navnorð hava trý føll. Aramæiskt verður skrivað við aramæiskum bókstavum. Ecce Homo (Elías García Martínez). "Ecce Homo" er ein kendur freskomálningur av Elías García Martínez. Hann málaði freskomálningin umleið 1930 á veggin í Sanctuary of Mercy kirkjuni í Borja, Spania. Málningurin avmyndar Jesus krýndan við tornum. Bæði myndaevnið og stílurin eru typisk fyri katólska list. Listaummælarar eru samdir um, at upprunamálningurin ikki hevði so stóran listaligan týdning, málningurin gjørdist kendur í 2012, eftir at ein amatørur, tann tá 80-ára gamla Cecilia Giménez, royndi at umvæla og endurnýggja málningin. Miseydnaða royndin gjørdist kend, tá ið myndir av upprunamálningum og umvælingini ferðaðust víða um á internetinum. Fólk streymaðu til kirkjuna at síggja málningin. Fleir mettu, at málningurin nú líktist meira einari apu. Áðrenn Gimenez fór í holt við at umvæla málningin, hevði abbadóttir listamannin givið pening til tess at endurskapanararbeiði skuldi gerast, men hon gjørdist ov sein. Stig Rästa. Stig Rästa (føddur 24. februar 1980) er ein estiskur sangari og sangskrivari. Hann fer at umboða Estland í Eurovision Song Contest 2015 saman við Elina Born. Millum 2002 og 2006 var hann limur í orkestrinum Slobodan River saman við Ithaka Maria og Tomi Rahula. Síðan 2006 hevur hann spælt við Traffic og síðan 2010 hevur hann harumframt spælt við Outloudz. Elina Born. Elina Born (fødd 29. juni 1994 í Lehtse) er ein estisk songkvinna. Hon umboðaði Estland í Eurovision Song Contest 2015 saman við Stig Rästa. Teu endaðu á 7. plássi við 106 stigum. Í 2012-13 luttók hon í sangkappingini "Eesti otsib superstaari" (Estland sóknast eftir einari superstjørnu). Hon gjørdist nummar tvey. Juan Carlos. Juan Carlos hevur verið spanskur kongur í 39 ár, 1975-2014. Juan Carlos I (ella "Juan Carlos Alfonso Víctor María de Borbón y Borbón-Dos Sicilias") (føddur 5. januar 1938 í Rom í Italia) var kongur í Spania 1975-2014. Juan Carlos gjørdist sera væl umtóktur í Spania, tá hann gekk undan at geva landinum eina fólkaræðiliga stýrisskipan, eftir at einaræðisharrin Francisco Franco var deyður í 1975. Juan Carlos var so ovasti fyri spanska kongshúsinum í 39 ár. Spania hevur havt eina ógvusliga framgongd, síðani demokratiðið við Juan Carlos á odda, aftur varð sett á stovn eftir eina lemjandi tíð undir einaveldinum hjá Francisco Franco. Teir 17 landspartarnir, sum eisini í forðum hava verið sjálvstøðug kongaríki, fingu eitt slags sjálvstýri aftur. Carlos giftist í 1962 Sofia drotning, og saman eiga tey tvær døtur og núverandi kongin, Felipe. Juan Carlos hevði stóra undirtøku í fólkinum, tá hann tók við valdinum eftir Francisco Franco, generali, sum var einaræðisharri. Men seinastu árini hava fleiri gølur rakt kongshúsið, og tí er undirtøkan minkað. Í 2012 fóru kongurin til Afrika at ferðast, samstundis sum Spania var í djúpari búskaparligari kreppu. Dóttir hansara, Cristina prinsessa, er eisini vavd upp í eina gølu um svik og mutur, og tað hevur gjørt umdømi hjá kongshúsinum uppaftur verri. Ein kanning í februar 2015 vísti, at 62 prosent av teimum spurdu søgdu, at 76 ára gamli Juan Carlos eigur at leggja frá sær og lata soninum trónuna. Sólarmyrkingin 20. mars 2015. Sólarmyrkingin 20. mars 2015 er ein fullkomin sólarmyrking, ið kemur at síggjast frá í Føroyum og á Svalbard um morgunin hin 20. mars 2015. Lutvís sólarmyrking verður at síggja í eystara parti av Grønlandi, í øllum Evropa, í Norðurafrika og í vestara parti av asiatika partinum av Russlandi. Tann longsta totala sólarmyrkingin kemur at síggjast í føroyskum sjógvi og varir í 2 minuttir og 47 sekund. Í Føroyum varir sólarmyrkingin longst í Mykinesi, 2 minuttir 24 sekund og stytst í Akrabergi, 1 minuttur 4 sekund. Í Havn er full sólarmyrking frá klokkan 9:40:54 til 9:42:54, tá er náttarmyrkt. Í Havn byrjar sólarmyrkingin 8:38:51 og endar 10:47:40. Norwegian. Norwegian Air Shuttle ASA, kent sum Norwegian, er eitt norskt flogfelag. Norwegian hevur høvuðssæti í Bærum. Beatrix av Niðurlondum. Beatrix (Beatrix Wilhelmina Armgard, fødd 31. januar 1938) var drotning í Niðurlendska kongsríkinum frá 30. apríl 1980 til 30. apríl 2013, tá ið hon læt trónuna til elsta son sín Willem-Alexander av Niðurlondum. Hon giftist Claus van Amsberg í 1966, hann var týskur diplomatur. Saman fingu tey trý børn: Willem-Alexander av Niðurlondum (f. 1967), Prince Friso (1968-2013) og Prins Constantijn (f. 1969). Prins Claus andaðist í 2002. Tá ið drotning Beatrix fór frá sum drotning, var hon tann elsti regenturin í Niðurlondum nakrantíð. Lady and the Tramp. "Lady and the Tramp" ("Frúan og flakkarin"; danskt heiti: "Lady og Vagabonden") er ein amerikanskur teknifilmur frá 1955. Walt Disney framleiddi filmin, og hann varð frumsýndur í biografunum hin 22. juni 1955 eftir Buena Vista Distribution. Hann er hin 15. filmurin í røðini av teimum klassisku teknifilmunum frá Disney. Ein beinleiðis-til-video framhaldsfilmur, "Lady and the Tramp II: Scamp's Adventure" (danskt heiti: "Lady og Vagabonden 2: Vaks på eventyr"), kom út í 2001. Alice in Wonderland (1951 filmur). "Alice in Wonderland" ("Alis í Ævitýralandi", danskt heiti: "Alice i Eventyrland") er ein amerikanskur teknifilmur frá 1951. Walt Disney framleiddi filmin, og hann varð frumsýndur í biografunum hin 26. juli 1951 eftir Buena Vista Distribution. Hann er hin 13. filmurin í røðini av teimum klassisku teknifilmunum frá Disney. Rebecca Gablé. Rebecca Gablé er listafólkanavnið hjá týska rithøvundanum Ingrid Krane-Müschen (fødd 25. september 1964 í Wickrath/Mönchenbladbach í Týsklandi). Gablé er fyrst og fremst kend fyri sínar riddaraskaldsøgur, ið ganga fyri seg í miðøldini. Lív. Rebecca Gablé varð liðug sum student í 1984 á studentaskúlanum á Gartenstraße í Mönchengladbach-Rheydt í Týsklandi. Eftir studentsprógvið útlærdi hon seg til bankahjálparfólk, har hon eina tíð arbeiddi á eini herstøð hjá Royal Air Force. Har styrktist hennara áhugi fyri enskari mentan. Í 1991 fór Rebecca Gablé undir hægri lesnað í bókmentafrøði og miðaldarfrøði við enskum og týskum máli sum valfak á Heinrich-Heine fróðskaparsetrinum í Düsseldorf. Á vári 1996 endaði hon sín lesnað við magisterprógvi. Í fleiri ár leitaði Gablé eftir einum forlagi til hennara fyrstu skaldsøgu Jagdfieber. Bókin varð útgivin í 1995 av forlagnum Bastei Lübbe. Skaldsøgan varð tilnevnd Friedrich-Glauser heiðurslønina fyri krimi. Beint aftaná fylgdi ein onnur krimiskaldsøga, Die Farben des Chamäleons. Gablé kundi ikki liva av samsýningum, og tí arbeiddi hon sum týðari fyri ymisk forløg. Handilsliga gjøgnumbrotið kom í 1997 við hennara fyrstu søguligu skaldsøgu Das Lächeln der Fortuna, ið eitt ár eftir útgávuna hevði selt uml. 200.000 eintøk. Aftaná skrivaði hon fyrst tvær aðrar krimiskaldsøgur. Frá 1999 til 2000 tók hon eitt professaraembæti á Heinrich-Heine fróðskaparsetrinum í fornenskum bókmentum. Í ár 2000 kom aftur ein søgulig skaldsøga út, Das zweite Königreich. Síðani hevur Gablé hildið seg til at skriva søguligar skaldsøgur, ið allar hava verið uppi á Bestseller listunum. Umframt framhaldandi røðina um (íspunnu) Waringham ættina, sum hevur tætt knýti til tær ensku valdsharraættirnar í miðøldini og í fyrsta partinum av nýggju tíðini eftir ár 1500, skrivaði Gablé aðrar skaldsøgur, ið eisini ganga fyri seg undir ensku miðøldini. Gablé gjørdist limur í einum rithøvundabólki fyri týskar krimibókmentir (das “Syndikat”), har hon var talskvinna í trý ár. Harumframt gjørdist hon limur í rithøvundabólkinum Autorenkreis Historischer Roman Quo Vadis. Í 2006 varð hon heiðrað við Sir Walter Scott-heiðurslønini av Historischer Roman Quo Vadis fyri Die Hüter der Rose. Í 2008 avdúkaði Gablé fagurbókmentaligu fakbókina Von Ratlosen und Löwenherzen, ið viðger søguna hjá ensku miðøldini. Við síðurnar av bókmentunum og miðaldarsøguni hevur hon fyrst og fremst áhuga fyri tónleiki. Hon spælir klaver og hevur sungið í fleiri ár í einum bólki. Rebecca Gablé og maður hennara búgva í Wickrath og á Mallorka. Die Siedler von Catan (bók). Die Siedler von Catan er ein søgulig skaldsøga eftir Rebecca Gablé. Hon varð fyrst útgivin av forlagnum Lübbe í 2003. Hon er bygd á brettspælið við sama navni, ið er skapt av Klaus Teuber, sum eisini byrjaði uppá arbeiði við skaldsøguni. Saman við skaldsøguni menti Klaus Teuber í 2004 spælið Candamir og somuleiðis í 2005 Elasund – Die erste Stadt. Nakrir persónar í skaldsøguni vóru eisini við í spælinum Die Fürsten von Catan frá 2010. Í 2012 kom haraftrat ein álmanakki av Michael Menzel út við motivum úr skaldsøguni, ið eisini partvíst komu við í ensku týðingina. Søgugongd. Bókin snýr seg um bygdafólkini úr íspunnu bygdini Elasund, ið liggur heldur norðarlaga. Søgan gongur fyri seg í víkingatíðini. Eftir at bygdin verður álopin av teimum fíggindaligu Turonlendingunum og eftir hetta fer ígjøgnum ein hungursvetur, avger eitt fleirtal at fara at leita eftir einari serstakari oyggj, har lívið sigst at vera betri. Hon varð einaferð tilvildarliga funnin av Olaf, ríkasta manninum í bygdini og eisini tann, sum hevur ferðast mest. Á ferðini koma tey gjøgnum tvey ódnarveður, sum ger, at tey náa tí sagnkendu oynni Catan, sum eftir søgnini skal hava verið persónliga skapt av Óðini. At byrja við heldur flokkurin saman, men sum tíðin gongur byrjar eitt valdsstríð millum tríggjar teir mest týðandi menninar: Høvuðspersónurin Candamir, hansara fosturbróður Osmund og Olaf. Tann síðsti av hesum plágast av tí, at hann er í fer við at missa sína ávirkan í tí nýggja heimstaðnum, og roynir tí fram um alt at misnýta og eyðmýkja Candamir. Eftir eina gølu má Olaf flýggja úr niðursetubygdini. Hann grundar saman við nøkrum av sínum synum og fleiri flýddum trælum eina aðra búseting í oyðimørkini, har tey regluliga gera álop og ránsferðir í hinari bygdini, samsvarandi tjóvinum í brettspælinum við sama navni. Aftrat hóttanini uttanífrá er eisini hørð kapping millum tann opna og onkuntíð illa hýrda Candamir og sín meira vituga men til tíðir treiska fosturbróður Osmund. Í tí sambandi er talan um kvinnuna Siglind, sum kom við teimum ferðandi, tá tey steðgaðu á við tær “køldu oyggjarnar” ávegis til Catan. Hon flýggjaði undan sínum harðliga manni, ið var kongur á oyggjunum. Við hennara sjálvsikru og frígjørdu atferð bergtekur hon báðar. Til síðst giftir hon seg við Candamir, sum eisini má virða hennara ynskir, sum ger at tey fáa eitt fyri sína tíð óvanliga javnsett hjúnaband. Fyri tað næsta tendrar eisini eitt átrúnaðarligt stríð: Gjøgnum trælin hjá Candamir, Austin, sum er ein angulsaksiskur munkur, verður kristindómurin tikin við til Catan og verður útbreiddur har. Siglind gerst kristin eins og Hacon, yngri bróður Candamirs. Candamir, ið er minni átrúnaðarligur, hevur ikki nakað ímóti nýggju trúnni. Konan hjá Osmund, Inga, harafturímóti, ið er lærlingur og seinni eftirfylgjari hjá “heksini”/prestinnuni Brigitta, berjist fanatiskt ímóti kristindóminum og fær stuðul frá hennara manni. Hetta stríðið skilur til síðst allan felagsskapin í tvey. Til síðst viðger bókin spurningin, um hví tað hóast góðar uttaru umstøður (fruktagóð jørð og gott veður á Catan) ikki ber til við einum friðsælum ella enntá himmalskum lívi. Haraftrat er hon eisini um átrúnaðarligt tolsemi og javnrætt millum mann og kvinnu. Internet Explorer. Internet Explorer hevur verið standardbrowsari hjá Microsoft í 20 ár (1995-2015), og einaferð stóð Internet Explorer fyri 95 % av brúkinum á internetinum. Men í 2015 eru mest nýttu browsarinir Google Chrome, Opera, Safari og Mozilla Firefox. Á ráðstevnuni hjá Microsoft í amerikanska býnum Atlanta 17. mars 2015, kunngjørdi sølustjórin Chris Capossela, at nýggja Windows 10 skipanin fer at hava ein nýggjan browsara, og altso ikki Internet Explorer. Internet Explorer verður altso avtikið í 2015. Jóannes Dalsgaard (Jóannes á Mølini). Jóannes Dalsgaard (Jóannes á Mølini'", føddur í Skálavík 16. juni 1895, deyður 1. mai 1980) var ein føroyskur rithøvundur og búnaðarfrøðingur. Hann var sonur Axel Waldemar Johannesen Dalsgaard (1866-1951) úr Dalsgarði í Skálavík og Sunnevu Henriettu (fødd Poulsen) (1872-1947) úr Búri í Skopun. Jóannes var elstur at 9 brøðrum. Hinir brøðurnir vóru Klæmint (1897-1983), Hans (1899-1970), Axel, Tórur (1903-1973), Eyvind, Kjartan, Viggo (1910-1987) og Erling (1912-1998). Jóannes fekk sín barnaskúla í Skálavík og vetrarnar 1911-12 og 1916-17 gekk hann á Føroya Fólkaháskúla. Hann lærdi um jarðarbrúk og landbúnað í Kirkjubø, í Danmark á og sum næmingur á tveimum royndarstøðum har og á Vesturlandinum í Noregi, har hann ein vetur arbeiddi á einum garði. Í 1921 varð Jóannes settur í starv á nýstovnaðu Royndarstøðini í Hoyvík, sum næstimaður hjá stjóranum Einar Knudsen. Jóannes var formaður í Føroya Jarðaráð 1961-65, og hevði eisini onnur álitisstørv innan føroyskan landbúnað. Jóannes giftist í 1928 við Elsu (fødd av Skarði) og tey settu búgv í niðastu Hoydølum í Hoyvík. Elsa (fødd 17.06.1902 og deyð 03.07.1968) var dóttir og Símun av Skarði. Tey fingu børnini Valdemar, Sonnu, Sunnevu og Símun. Jóannes hevði alsk til føroyska søgu og mentan og hann var virdur heimildarmaður hjá fleiri, sum hava skrivað um og granskað føroyska søgu og føroyskt mál. Jóannes skrivaði bókina "Søgur og søgubrot" sum forlagið Varðin gav út í 1978. Valið í Ísrael 2015. Tjóðartingsvalið í Ísrael til tað 20. Knesset varð hildið í Ísrael hin 17. mars 2015. Valið varð hildið eftir at Tzipi Livni og Yair Lapid mistu stuðulin frá samgongustjórnini fyrst í desember 2014. Á valinum gjørdist Likud stóri vinnarin, hann gjørdist størsti flokkur við 30 tinglimum. Úrslit. a: Samanborið við samanteljing av atkvøðunum hjá Labor og Hatnuah í 2013. b: Samanborið við samanteljing av atkvøðunum hjá Hadash, Balad og United Arab List í 2013. Valið førdi til at methøgt tal av kvinnum (29) vóru valdar í Knesset. Likud. Likud er ein konservativur politiskur flokkur í Ísrael, flokkurin er tann størsti mið-høgra flokkurin í landinum. Flokkurin varð stovnaður í 1973 av Menachem Begin og fleiri øðrum høgravendum og liberalum flokkum. Valsigurin hjá flokkinum í 1977 førdi við sær stóra broyting í ísraelskum politikki, av tí at tað var fyrstu ferð, at ein høgrasinnað stjórn kom til valdið og teir vinstrasinnaðu flokkarnir mistu valdið. Tað var fyrstu ferð í søgu Ísraels, at ein høgrasinnaður flokkur vann meirilutan av atkvøðunum. Eftir at hava stýrt landinum í nærum øll 1980-árini, tapti flokkurin valið í 1992. Á forsetavalinum 1996 vann Benjamin Netanyahu, ið var valevni hjá Likud. Hann skuldi so skipa stjórn eftir valið til Knesset í 1996. Eftir at flokkurin sigraði á valinum í 2003, var stór ósemja í flokkinum í 2005, tá ið formaðurin hjá Likud, Ariel Sharon fór úr flokkinum og stovnaði tann nýggja flokkin Kadima. Tað førdi til, at flokkin fór niður á eitt fjórðapláss á valinum í 2006. Eftir valið 2009 sá tað út til, at flokkurin hevði endurvunnið tað mesta av tí mista og skipaði stjórn við Benjamin Netanyahu sum forsætisráðharra. Á valinum í 2013 fekk flokkurin 20 sessir í Knesset, eftir at hann stillaði upp saman við Yisrael Beiteinu. Ein limur í Likud verður ofta nevndur ein Likudnik. Algoritma. Í støddfrøði og í teldufrøði er ein algoritma ein sjálvstøðug mongd av atgerðum (operatiónum), ið skulu avrikast stig fyri stig. Ein algoritma er ein uppskrift til at loysa ein trupulleika á ein ávísan hátt, og sum útvegar eina loysn uttan mun til hvussu støðan hjá tí ávísa trupulleikanum sær út. Eitt dømi kundi verið ein neyv frágreiðing av, hvussu eitt kortspæl verður sorterað, uttan mun til hvussu kortini upprunaliga liggja. Skiljing av kortum. Hendan algoritman kallar seg sjálva, soleiðis at ein skal gera hana aftur og aftur við alsamt minni bunkum, inntil tað bert eru tvey kort eftir, sum verða løgd saman. Gamla Grikkaland. Sjálvt um orðið hevur sín uppruna úr arabiskum, komu tær fyrstu algoritmurnar frá gamla Grikkalandi. Millum týdningarmestu dømini finnast m.a. sílan hjá Eratosthenes til at finna primtøl, ið varð umrødd í bókini Innførsla til talfrøði eftir Nikomachos og euklidiska algoritman til at finna størsta felags býtistal hjá tveimum náttúruligum tølum úr Elementunum hjá Euklid. Ein tann elsta algoritman, sum viðger reell tøl er Archimedesar algoritma til at nærkast π. Upprunin av orðinum. Algoritma kemur frá latínsku týðingini av eini bók, ið varð skrivað av al-Khwārizmī, ið var ein persiskur støddfrøðingur, stjørnufrøðingur og landafrøðingur. Al-Khwārizmī skrivaði eina bók við heitinum "Um útrokningar av Hindiskum tølum" uml. 825 e.Kr.f., og var høvuðsorsøk fyri útbreiðsluna av tí indisku talskipanini ígjøgnum Miðeystur og Evropa. Hon var týdd til latín soljóðandi: "Algoritmi de numero Indorum" (á føroyskum: “Al-Khwarizmi um Hindisk tøl”). Heitið “algoritmi” í yvirskriftini av bókini gjørdist til heitið algoritma. Barbie. Barbie er ein mótadukka, ið er framleidd av amerikonsku leikafyritøkuni Mattel, Inc. Dukkan kom fyrst á marknaðin í 1959. Amerikanska vinnulívskvinnan Ruth Handler skapti dukkuna, eftir sniðinum av einari týskari dukku, ið nevndistBild Lilli. Søgan. Ruth Handler eygleiddi dóttir sína Barbaru spæla sær við pappírsdukkur og legði merki til, at henni ofta dámdi at geva dukkunum vaksnar leiklutir. Á teimum døgum vóru flestar dukkur til børn sniðgivnar eftir nýføðingum. Tá Ruth innsá hetta gloppið í leikamarknaðinum, luftaði hon hugskotið, um eina dukku í kvinnukroppi, við mann sín Elliot. Elliot var við til at stovna leikafyritøkuna Mattel. Elliot var ikki serliga heitur fyri hugskotinum, og tað sama var við leiðsluni í Mattel. Tá Ruth var á einum ferðalagi í Evropa í 1956 við børnum sínum, Barbaru og Kenneth, sá hon týsku dukkuna Bild Lilli. Hendan dukkan, við tí vaksna kroppsforminum, var júst tað, ið Ruth hevði hugsað fyri sær. Ruth keypti tríggjar dukkur. Hon gav dóttur síni eina, men vísti hinar báðar til Mattel. Dukkan Lilli varð bygd á einum kendum teknirøðsfiguri, sum javnan var víst í myndarøð í týska dagblaðnum "Die Bild-Zeitung". Lilli var ein blond kjarnakvinna, ein arbeiðskvinna, ið visti hvat hon vildi, og misbrúkti gjarna menn til at fáa sín vilja. Dukkan Lilli varð fyrst seld í Týsklandi í 1955, men varð upprunaliga bert seld til vaksin. Hon gjørdist tó umtókt ímillum børn, ið dámdu at lata hana í tey ymsu klæðini, ið kundu keypast afturat dukkuni sjálvari. Tá Ruth koma aftur til Amerika, fór hon at sniðgeva eina dukku eftir ímynd Lilli. Nýggja dukkan fekk navnið "Barbie" eftir dóttur Ruth, sum æt Barbara. Barbie var fyrstu ferð at síggja á amerikansku leikastevnuni í New York tann 9. mars 1959. Hendan dagseting er eisini brúkt sum føðingardagur Barbie. Mattel keypti rættindini til Bild Lilli í 1964, og varð øll framleiðsla steðgað. Fyrsta Barbie-dukkan var ílatin eina svarta og hvíta, sebra-stríputa svimjidrakt, og hevði hárið í einum hestahala. Fyrsta dukkan var at fáa bæði sum ljóshærd og myrkhærd. Dukkan var lýst sum "tannáringamodell", og vóru klæðir hennara sniðgivin av mótasniðgeva Mattel, Charlotte Johnson. Fyrstu dukkurnar vórðu framleiddar í Japan, og klæðir teirra hondseymaðar av japanskum arbeiðskvinnum. Umleið 350 000 Barbie-dukkur vórðu seldar tað fyrsta árið, tær vóru framleiddar. Ruth Handler metti tað vera týdningarmikið, at Barbie hevði eitt vaksið útlit, og vístu tær fyrstu marknaðarkanningarnar, at summi foreldur vóru ónøgd við útsjónd dukkurnar. Serliga var tað bringan og tey týðiligu bróstini, ið teimum ikki dámdi. Útsjónd Barbie hevur verið broytt fleiri ferðir, tann kanska mest týðiliga í 1971, tá eyguni á dukkuni vórðu broytt til at hyggja beint fram og ikki til síðunar, sum á teimum upprunaligu dukkunum. Barbie var ein av fyrstu leikunum, ið hevði eina strategiska marknaðarføring við sjónvarpslýsingum. Nakað sum seinni var kopierað av øðrum leikum. Mett verður, at umleið ein milliard Barbie-dukkur hava verið seldar kring heimin í yvir 150 londum. Mattel helt tí fram í 2006 at ein Barbie-dukka verður seld onkrastaðni í heiminum hvørt triðja sekund. Standardrøðin av Barbie-dukkunum og fylgilutum teirra er framleidd í skalanum 1/6, ið eisini verður kallað "playscale". Standarddukkurnar eru umleið 30 cm høgar. Eitt Barbie Polaroid kamera er ein partur av stóra vørurvali Barbie. Barbie-vørurnar fevna ikki bert um eina røð av dukkum og fylgilutum teirra, men eisini eina stóra røð av Barbie-merktum vørum. Sum dømi kann takast bøkur, búnar, sminkur og telduspøl. Barbie hevur verið at sæð í sínari egnu teknifilmsrøð, eisini hevur hon ein smærri leiklut í filmunum "Toy Story 2" og "Toy Story 3" frá Pixar. Barbie er vorðin eitt mentanarikon og hevur fingið fleiri heiðrar, ið eru sjáldsamir í leikaverðini. Sum dømi kann nevnast, at í 1974 var ein partur av Times Square í stórbýnum New York nevndur "Barbie Boulevard" í eina viku, og í 1985 skapti listamaðurin Andy Warhol ein málning av eyðkendu dukkuni. Í 2013 opnaði so tann fyrsta "Barbie tema" matstovan, ið kallast "Barbie Café" í Teivan. 50 ára fagnaður. Í 2009 kundi Barbie fagna 50 ára føðingardag. Hátíðarhaldið innihelt ímillum annað eina mótaframsýning í New York á Mercedes-Benz mótavikuni. Mótasýningin vísti fram klædnapløgg frá 50 væl kendum og umtóktum sniðgevum, har ímillum Diane von Fürstenberg, Vera Wang, Calvin Klein, Bob Mackie, og Christian Louboutin. Uppspunnalív Barbie. Fulla navn Barbie er Barbara Millicent Roberts. Í einari røð av stuttsøgum, útgivnar av Random House í 1960-árunum, eru foreldur hennara søgd at eita George og Margaret Roberts, frá uppspunna býnum Willows í Wisconsin. Í Random House stuttsøgunum gekk Barbie í miðnámskúlanum Willows High School, ímeðan "Generation Girl" bøkurnar, ið eru útgivnar av Golden Books í 1999, siga at hon gekk í miðnámskúlanum Manhattan International High School í New York. Barbie hevur sjeik (on-off), ið eitur Ken, fulla navn Ken Carson. Ken er nevndur eftir soni Ruth Handler, ið eitur Kenneth. Ken var fyrstu ferð at síggja í 1961. Í einum tíðindaskrivi frá Mattel í februar 2004, var boðað frá at Barbie og Ken høvdu avgjørt at farið hvør til sítt, men í februar 2006 varð boðað frá at parið vónaðist eftir at kunna finna kærleikan aftur, aftaná at Ken hevði farið ígjøgnum eina "makeover". Barbie hevur havt yvir 40 húsdjór, harímillum kettur, hundar, hestar, pandabjørnir, leyvuunga, og eina sebra. Hon hevur átt eina breiða røð av akførum, harímillum ein ljósareyðan Corvette sportsbil, húsbilar og jeepar. Barbie er ein karrierukvinna, og er til dømis bæði flogkapteinur og flogterna. Arbeiðsval Barbie eru sniðgivin til at vísa, at kvinnur kunna taka sær fleiri leiklutir í lívinum, og eru arbeiðstitlar Barbie ímillum annað "Miss Astronaut Barbie" (1965), "Doctor Barbie" (1988) and "Nascar Barbie" (1998). Mattel hevur skapt fleiri felagar til Barbie, har ímillum kunnu teljast suðuramerikanska Teresa, afroamerikanska Christie og Steven (sjeikurin hjá Christie). Systkyni og systkinabærn Barbie eru ímillum onnur Skipper, Todd og Stacie (tvíburar), Kelly, Krissy og Francie. Barbie var væl við ein avstralskan surfara, ið æt Blaine, ímeðan tað var liðugt ímillum hana og Ken í 2004. Trætumál. Trætur, ið standast av Barbie, fevna ofta óttan, ið stendur av at børn síggja Barbie sum eina fyrimynd, og at tey vilja líkjast henni. Tann mest vanliga trætan snýr seg, um at Barbie vísir eina órealistiska mynd av kvinnukroppinum, og gevur tað ungum kvinnum eina skeiva mynd av veruleikanum. Skal hetta økja um vandan fyri, at ungar gentur fara at royna at líkjast dukkuni og verða anoreksikar. Tá Háskúlasjúkrahúsið í Helsinki í Finnlandi rannsakaði, hvussu mátini á Barbie høvdu verið, um dukkan var fulla stødd, var niðurstøðan at Barbie hevði manglað 17-22% av "bodyfat" til at kunna menstruera. Í 1963 komu fylgilutirnir "Barbie Baby.Sits" ið vóru klæðir og bókin "How to Lose Weight (Hvussu Skalt tú tapa teg) við ráðinum" "Don't Eat" (Ikki Eta). Sama bók var eisini við í settinum "Slumber Party", saman við eini baðivekt, ið var fastsett á 50 kiloum (110 Ibs.) Slík vekt hevði gjørt eina kvinnu, við mátum Barbie í veruleikanum 15 kg í undirvekt. Í 1997 fekk Barbie eina breiðari miðju, sum Mattel segði at passaði betur til nútíðar mótasnið. "Litaða Francie" kom á marknaðin í 1967. Hon er mett at vera fyrsta afroamerikanska Barbiedukkan. Francie var stoypt í sama formi til høvd, ið verður nýttur til hvítu dukkurnar, og hevði Francie tí ongi afrikonsk eyðkenni onnur enn húðarlitin. Fyrsta afroamerikanska dukkan í Barbie røðini er vanliga sagt at vera Christie, sum kom á marknaðin í 1968. "Svørt Barbie" kom á marknaðin í 1980, men dukkan hevði enn ongi eyðkenni onnur enn húðarlitin. Í september 2009 kom so "So In Style" røðin, ið var skapt til at vísa eina meira realistiska mynd av afroamerikonskum kvinnum enn í upprunaligu dukkunum. Í juli 1992 gav Mattel út "Teen Talk Barbie", ið tosaði fleiri setningar á enskum, har ímillum "Fara vit nakrantíð at eiga nokk av klæðum", "Eg elski at shoppa" og "Hevur tú hug til eitt Pizza-gildi". Hvør dukka var innstillað til at siga 4 útav 270 setningum, soleiðis at ongin dukka skuldi vera líka. Ein av hesum setningum var "Støddfrøði er ring". Sjálvt um bert áleið 1.5% av øllum dukkunum søgdu hendan setningin, so varð eitt trætumál burturúr frá American Association of University Women. Í oktober 1992 boðaði Mattel frá at "Teen Talk Barbie" ikki longur fór at siga umrødda setning, og bjóðaði teimum, ið áttu eina slíka dukku at býta hana um, vildu tey tað. Í 1997 byrjaði Mattel eitt samstarv við Nabisco, viðvíkjandi marknaðarføring av Oreo smákøkum og Barbie. Hugskotið var at smágentur kundu spæla við "Oreo Fun Barbie "aftaná skúlatíð, og deila "yndissmákøku Amerika". Sum vant framleiddi Mattel bæði hvítar og afroamerikanskar útgávur av dukkuni. Ummælarar funnust at dukkuni, tí at í afroamerikanska samfelagnum er "Oreo" eitt eitt orð, ið er nýtt um ein persón sum er "svartur at uttan men hvítur at innan" júst sum ein Oreo smákøka. Dukkan var ikki væl móttikin, og Mattel inkallaði óseldu dukkurnar, sum seinni gjørdi tær sera eftirsóktar hjá samlarum. Í mai 1997 útgav Mattel dukkuna "Share a Smile Becky", sum var ein dukka í einum ljósareyðum rullustóli. Kjersti Johnson, ein 17 ára gamal miðnámsskúla næmingur við sjúkuni "cerebral palsy," vísti á at dukkan ikki fór at passa inn í lyftina á "Dreymahúsi Barbie". Mattel boðaði frá at húsið fór at vera sniðgivið av nýggjum, soleiðis at atlit var tikið til" "rullustólin". " Í mars 2000 bórust søgur í miðlunum um, at harða vinylið, ið varð brúkt í teimum elstu barbiedukkunum, kundi leka eitrað evnir, sum kundu vera vandamikil hjá børnum, ið spældu við tær. Ákærurnar vóru sagdar vera yvirreaktión av Joseph Prohaska, ið er professari við University of Minnisota Duluth. Nýmótans barbiedukkur hava ein kropp, ið er gjørdur úr ABS-plasti, ímeðan høvdið er stoypt úr bleytum PVC. Í september 2003 bannaði Saudi Arabia sølu av barbiedukkum. Stjórnin í landinum metti, at dukkan ikki livdi upp til virðini hjá islam. Ráðið fyri Propagation of Virtue and Prevention of Vice segði at "jødiskar barbiedukkur, við teirra útfordrandi klæðum, skammiligum holdningi og fylgilutum, eru symbol fyri niðurfall perverta vestursins. Latið okkum vera varin fyri hennara vandum, og ansa okkum." Í londum í Miðeystri er ein onnur dukka at fáa, ið kallast "Fulla". Hon líkist Barbie, men er sniðgivin til at søma islamska marknaðinum. Fulla er ikki framleidd av Mattel, men Barbie er enn at fá í summum londum í Miðeystri, millum annað í Egyptalandi. Í Iran eru dukkur at fáa, ið kallast Sara og Dara at fáa ístaðin fyri Barbie. Í desember 2005 útgav dr. Agnes Nairn á háskúlanum við Bath eina kanning, ið vísti, at ungar gentur ofta ganga í gjøgnum eitt tíðarskeið, har tær hata sínar barbiedukkur. Genturnar straffa dukkurnar við ímillum annað at avhøvda tær, ella seta dukkurnar í mikroovnin. Dr. Nairn segði at "Tað er sum at avnoktan av Barbie er ein partur av at verða vaksin og avnoktan av fortíð teirra." Í apríl 2009 útgav Mattel dukkuna "Totally Tattoos Barbie", saman við eini røð av tattoveringum, ið kundu setast á dukkuna. Lýsingartilfar Mattel segði "Sniðgev dukkuna og set eisini tær stuttligu tattoveringar á teg sjálvan", men Ed Mayo stjóri hjá Consumer Focus vildi vera við at børn fóru at vilja fáa veruligar tattoveringar líkasum dukkan. Í juli 2010 útgav Mattel "Barbie Video Girl", sum var ein dukka við einum myndatóli innsettum í bringuna. Brúkarin kundi filma videobrot sum vardu upp til 30 minuttir, og síðani flyta filmsbrotið inná eina teldu við einum USB kaðali. Tann 30. november 2010 útgav FBI eina ávaring um at dukkan kundi verða nýtt til at framleiða barnapornografi, sjálvt um tað "enn ikki vóru dømir um at dukkan hevði verið brúkt til nakað annað enn upprunaliga leiklutin". Í november 2014 var aftur eitt trætumál. Hesuferð yvir bókini "I Can Be a Computer Engineer", sum vísti Barbie ikki duga við teldum, og kravdi at tveir av mannfólkavinum hennara at bjarga tveimum farteldum hennara, eftir at hon niðurhalar virus á tær. Ummælarir funnust at bókini, og søgdu hana vera kynjamismunandi, har sum aðrar bøkur í "I Can Be"... røðini vísti Barbie sum ein persón, ið var fullt før fyri, at klára tær arbeiðsuppgávurnar hon setti sær fyri, og tørvaði onga hjálp frá øðrum. Sum svar uppá kritikkin afturkallaði Mattel bøkurnar, ið vóru til sølu á heimasíðuni Amazon. Samlarar. Mattel metur at har eru umleið 100 000 aktivir barbiesamlarar runt um í heiminum. 90% eru kvinnur, og miðalaldur teirra er 40 ár. Tær keypa í miðal yvir 20 barbiedukkur hvørt ár. 45% av hesum kvinnum brúka yvir 1000 dollarar (umleið 7 500 DKR) um árið uppá barbiedukkur. Gamlar barbidukkur frá fyrstu árunum eru tær mest virðismiklu á auktiónum. Tann upprunaliga barbiedukkan kostaði 3 dollarar (umleið 20 DKR) í 1959, men í oktober 2004 varð ein barbiedukka frá 1959 seld, í einum myntlitaðum kassa, fyri 3 552,50 dollarar (umleið 24 300 DKR) á auktiónheimasíðuni eBay. Í september 2006 setti ein barbiedukka heimsmet, tá hon varð seld fyri 9 000 sterlingspund (umleið 92 000 DKR) á eini auktión í auktiónhúsinum Christie's í London. Dukkan var ein "Barbie in Midnight Red" "frá 1965, og var partur av eini privatari samling, sum hevði 4 000 barbiedukkur, og vóru tað hollendska kvinnan Ietje Raebel og dóttur hennara, Marina, sum seldu tær. Tey síðstu árini hevur Mattel framleitt dukkur serliga miðaðar eftir samlarum. Harímillum kunnu nevnast porsilenútgávur, endurútgeving av upprunaligu dukkunum, og serútgávur av Barbie sum ein rúgva av film- og sjónvarpshetjum, frá til dømis "Batman" og "Star Trek". Í 2004 byrjaði Mattel litaskipanina fyri samlaraútgávur teirra. Litirnir eru ljósareytt, silvur, gull og platinum, alt eftir hvussu nógvar dukkur av slagnum verða framleiddar. Hapax legomenon. Eitt hapax legomenon (fleirt. "hapax legomena") er eitt orð, sum kemur fyri bert einaferð í einum høpi, antin í øllum niðurskrivaðum tilfari í einum tungumáli, í øllum verkunum hjá einum høvunda ella í einum stakum teksti. Hugtakið er onkuntíð av órættum brúkt til at lýsa eitt orð, sum bert kemur fyri í einum verki hjá einum rithøvunda, sjálvt um tað kemur fyri meira enn eina ferð í tí verkinum. Hapax legomenon kemur frá tí grikska "ἅπαξ λεγόμενον", ið merkir “(okkurt) nevnt (bert) einaferð”. Heitini dis legomenon, tris legomenon og tetrakis legomenon sipa ávikavist til tveir, tríggir ella fýra tilburðir, men eru sjáldan nýtt. Franska Polynesia. Franska Polynesia er oyggjaflokkur, ið telur 121 oyggjar í Polynesia. Oyggjarnar eru grønar og vakurt vallaðar við bergtakandi strond. Pape'ete er høvuðsstaðurin í oyggjunum og liggur á oynni Tahiti, sum er tann størsta oyggin. Franska Polynesia hava umleið 291.000 íbúgvar í 2015. Grundarlagið undir búskapinum er ferðavinna. Málið er franskt. Kjarnorkuspreingingar. Ein stórur vandi fyri umhvørvið í Osiania eru kjarn­orku­roynd­ar­spreingingarnar hjá m.a. Fraklandi og USA á oyggjabólkunum Mururoa og Bikini í Kyrrahavinum. Tær hava gjørt, at tað er ikki longur búgvandi á nógvum av oyggjunum. Í 1960-árunum avgjørdi Frakland at nýta koralloynna Mururoa sum royndarstøð at spreingja kjarnorkubumbur á. Har hava verið meira enn hundrað royndarspreingingar við kjarnorkubumbum. Sagt varð, at hetta var ikki vandamikið. Men fólk í hópatali hava verið noydd at flyta heiman, og 170.000 fólk hava verið í so nógvum geislavirkni, at tað kann vera heilsuskaðiligt. Mururoa-atollin í Fronskum Polynesia varð nýtt sum royndarøki, har Frakland gjørdi royndarspreingingar við kjarnorkubumbum í árunum frá 1966 til 1996. Spreingingarnar elvdu til álvarsom mótmæli kring allan heim. Mate. Mate er ein koffeinríkur drikkur, sum er gjørdur av yerba mate-plantuni. Drikkurin verður eisini nevndur chimarrão (portugisiskt) ella cimarrón (spanskt). Drikkurin er væl dámdur í Argentina, Uruguai, Paraguai og í teimum syðru statunum í Brasil. Mate verður eisini drukkin í syðra partinum av Kili, Chaco-landslutinum í Bolivia, Sýria og Libanon. Kapelle. Kapelle er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum. Býurin hevur 12 522 íbúgvar (2014). Hillsborough vanlukkan. Hillsborough vanlukkan var ein vanlukka, ið hendi tann 15. apríl 1989 undir semifinaluni av enska FA-Cup. Liðini ið spældu vóru Liverpool og Nottingham Forest. Dysturin var spældur á Hillsborough stadium í Sheffield í Englandi, harav navnið á vanlukkuni kemur. Ein trokan gjørdi at 96 fólk vórðu kroyst til deyða, og 766 vóru meiðslaði. Vanlukkan hevur seinni verið skyldað uppá ensku løgregluna fyri at lova ov nógvum fólkum inn á leikvøllin. Vanlukkan er mett at vera tann verst leikvalla/fótbóltsknýtta vanlukka í enskari søgu, og ein av heimsins verstu fótbóltsvanlukku. Christie's. Christie's er heimsins størsta vinnulívs- og listaauktiónshús. Auktiónshúsið var stovnað í 1776, og høvuðsæti tess er í London og New York City. Groupe Artémis eigur húsið. Stjärnsund. Stjärnsund er ein býur í Hedemora kommunu í Dalarnas län, Svøríki. Býurin hevur umleið 161 íbúgvar (2010). Jørgen Ingmann. Jørgen Ingmann Pedersen (26. apríl 1925 - 21. mars 2015), var ein jass og pop tónleikari frá Keypmannahavn í Danmark. Hann er mest kendur fyri at hava vunnið Eurovision Song Contest í 1963, saman við konu síni Grethe og sanginum "Dansevise". Lívs- og Starvsleið. Jørgen Ingmann Pedersen, var føddur í Keypmannahavn í 1925. Hann framførdi fyri fyrstu ferð sum guitaristur saman við Svend Asmussen, ið var ein jazz violinistur í 1940-árunum og fyrst í 1950-árunum í einum bólki sum kallaðist "Sviadanirnir" Jørgen var ávirkaður av amerikanska guitaristinum og tónleikastudio eigaranum Les Paul. Mitt í 1950-árunum setti Jørgen upp sítt egna tónleikastudio, har hann uppfangaði teknikkir, ið vóru vanligar í Amerika, og byrjaði at upptaka tónleik undir navninum Jørgen Ingmann og hans guitar. Undir heum navni útgav hann "Apache", sum upprunaliga hevði verið útgivið av enska tónleikabólkinum "The Shadows". Útgávan hjá Jørgen varð nummar eitt í Kanada, nummar tvey á pop listanum, og nummar níggju á R&B lista "Billboard" í USA, og nummar 6 í Týsklandi. Í fyrru helvt av 1960-árunum hevði Jørgen fleiri hitt í Týsklandi, harímillum kunna nevnast "Pepe" (nummar 15 í 1961), "Anna" (nummar 19 í 1961), "Violetta" (nummar 16 í 1962), "Drina Marsch" (nummar 5 í 1964) og "Zorba le Grec" (nummar 14 í 1965) Billboard blaðið segði frá at Jørgen hevði verið á øðrum plássi á donsku hittlistunum við sanginum "Marchen til Drina" tann 7. desember 1963. Sami sangur var vorðin nummar eitt tann 17. desember sama ár. Aðrir sangir, ið kunna nevnast eru "Tequila" og "Pinetop's Boogie Woogie" frá 1962. Í 1963 vann Jørgen tað danska Melodi Grand Prixið saman við konu síni Grethe og sanginum "Dansevise". Seinni sama ár umboðaðu tey Danmark í Eurovision Song Contest við sama sangi og vunnu kappingina. Tónleikurin var skrivaður av Otto Francker og teksturin var skrivaður sc Sejr Volmer-Sørensen. Jørgen var í fleiri ár "indspilningschef" hjá fyritøkuni Metronome. Hann trakk seg aftur frá tónleikalívinum í 1984 aftaná ein sjúkralegu, sum hevði við sær at hann fekk lampufepur (senuskrekk). Jørgen Ingmann doyði í Holte í Danmark tann 21. mars 2015. Eftir hann eru tvey børn og fimm barnabørn. Haile Selassie. Haile Selassie I (23. juli 1892 - 27. august 1975), føddur Tafari Makonnen Woldemikael, var leiðari Etiopia frá 1916-1930 og keisari av Etiopia frá 1930-1974. Tann 2. november 1930 varð Haile Selassie krýndur keisari av Ethiopia. Á fundi við League of Nations í 1936, fanst keisarin av nýtslu av kemiskum vápnum, ið vóru nýtt ímóti fólki hansara í seinna Italska-Etiopiska krígnum. Altjóðasýn hansara hevði við sær at Etiopia varð eitt av lyklalimum Sameindu Tjóða. Kúgan hansara av uppreistrarfólki, ið vóru ímóti stýri hansara, gav honum nógvar átalur frá mannarættindafelagsskapum og søgufrøðingum. Rastafari rørslan, ið er mett at hava ímillum 2.000-4.000 limir meta Haile Selassie at vera afturvendi Messias frá Bíbliuni. Rørslan byrjaði í Jamaika í 1930-árunum, og halda limirnir at Selassie er messiski figururin, ið fer at bera teimum ævigan frið, rættvísi og ríkidømi. Haile Selassie er ein týðningarmikil persónur bæði í etiopiskari og afrikanskari søgu. Sandy. Sandy Leah Lima (fødd 28. januar 1983 í Campinas, São Paulo í Brasil) best kend sum Sandy, er ein brasilsk popp songkvinna. Sandy er dóttir Noely Pereira og sangaran Durval de Lima, betri kendur við kunstnaranavninum, Xororó, eisini kendur frá country-duo'ini Chitãozinho & Xororó. Hon er uppkallað eftir høvuðskarakterinum "Grease", filminum, ið foreldur hennara hugdu at saman, tann dagin tá tey byrjaðu at ganga saman. Sandy hevur ein yngri beiggja, Junior. Sandy og Junior høvdu teirra egnu sjónvarpsrøð frá 1999 til 2002 á Rede Globo og góvu út filmin Acquaria í 2003; Sandy hevur eisini spælt við í skemtirøðini Estrela Guia (Globo) í 2001. Boko Haram. Boko Haram er ein muslimskur yvirgangsfelagsskapur, ið hevur til endamáls at stovna eitt islamskt ríki í Nigeria. Boko Haram hevur verið í kríggj við nigeriansku stjórnina seinastu fimm árini (2010-2015). Felagsskapurin hevur havt stóra framgongd í 2015, og eru møguliga best kendur fyri at hava burturflutt 276 skúlagentur í apríl 2013. Seinni eydnaðist nøkrum gentum at flýggja frá burturflytarunum, men Boko Haram heldur framvegis aftur 219 nigeriskar skúlagentur. Í mars 2015 svór felagsskapurin trúskap til Islamska Statin (IS), ið eisini virkar fyri einum islamskum ríki, og hevur lagt stór landaøkir undir seg í Irak, Sýria, Libya og aðrastaðni. Boko Haram hevur fyrst og fremst virkað í norðara partinum av Nigeria, men eru eisini komnir niðan í Kamerun og Niger. Anna V. Ellingsgaard. Anna Vágsheyg Ellingsgaard (fødd 25. november 1966, deyð 24. mars 2015) var ein føroyskur journalistur. Hon varð útbúgvin cand.mag í enskum og donskum og seinni varð hon eisini útbúgvin sum journalistur. Hon var forkvinna í felagnum Føroysk Miðlafólk í fleiri ár og skrivari í felagnum tey seinastu árini av lívinum. Hon starvaðist sum journalistur í Sosialinum frá 2003 og í Kringvarpi Føroya frá 2010 til hon andaðist í 2015. Hon starvaðist eisini sum undivísari í miðlavísindi á Fróðskaparsetrinum og sum lærari í Hoydølum og á Kambsdali. Anna gjørdist sjúk við krabbameini, og stríddist við sjúkuni í umleið tvey ár, til hon andaðist hin 24. mars 2015 bert 48 ára gomul. Leikarafelag Føroya. Leikarafelag Føroya er fakfelagið hjá yrkissjónleikarum og yrkislærdum leikhúsfólki í Føroyum. Høvðusendamál felagsins er, at menna føroyska yrkisleiklist og styrkja um støðuna hjá leiklistini í samfelagnum. Eitt av málunum við fakfelagnum er at savna tey í eitt felag, sum hava fingið sær útbúgving innan sjónleikarayrki. Tað vil siga ljóð- og ljósteknikarar, leiklistafrøðingar, pallsniðgevar, leikstjórar og sjónleikarar. Uppgáva felagsins er, at umboða limir sínar í sáttmálasamráðingum, veita teimum hjálp og ráðgeving, og stuðla teimum í teirra rættindum, umframt at samskifta við útlendsk feløg og altjóða felagskapir á leiklistarliga økinum. Arbeiðsøkið hjá felagnum er allur yrkissjónleikur, leikstjórn, útvarpsleikir og upplestur, sjónvarpsleikir og upplestur, filmar, leiklistafrøði, undirvísing og skeiðvirksemi, lýsingar, undirhald og annað leikhúsyrki. Søgan. Tá ið Leikpallur Føroya var settur á stovn tann 12. mars 1989, fór broyting fram viðvíkjandi hvussu peningurin, ið varð játtaður til sjónleik, skuldi útgjaldast. Tað var rættuliga skjótt, at Meginfelag Áhugaleikara Føroya (MÁF) fekk eina pulju av játtanini til sjálvt at býta út, men Gríma, einasti yrkisleikbólkurin tá, møtti søkja til Leikpall Føroya til hvørt einstakt leikverk. Hetta kundi tykjast órættvíst og tí var Leikarafelag Føroya stovnað. Leikarafelagið skuldi verða eitt slag av meginfelag fyri yrkisleiklistina, eins og MÁF var meginfelag fyri áhugaleikin. Tá Leikarafelagið formelt var stovnað, var farið yvir til eitt helvtarbýti av játtanini, burtursæð frá einari lítlari pulju, ið Leikpallurin ráddi yvir til ávís onnur endamál sjónleikinum at frama. Búmerkið - Sólin hjá William Heinesen. Í 1990 var eitt tiltak í Sjónleikarhúsinum, ið æt "WH 90" Williami Heinesen til heiðurs. Har hevði Ingi Joensen gjørt eina ljósbakgrund til pallin við ymiskum vignettum, ið William hevði teknað. Laura Joensen, ein av fyrstu limunum, fall fyri sólini, ið jú bæði er glað og sorgarbundin og soleiðis hevur elementini í teaturmaskunum í sær. Um Leikarafelagið skuldi hava eitt búmerki, so átti tað at verða sólin hjá Williami. Leikarafelagið hevði nógvar fundir um, hvat fyri eitt felag tey skuldu verða. Greitt var, at tað kundi ikki gerast eitt fakfelag við almennum stuðli, men mátti verða eitt áhugafelag fyri yrkisleiklist. Innkallað varð síðan til ein breiðari fund saman við áhugaleikarum har felagið varð víðkað til at eisini kunna upptaka áhugaleikarar. Tá gjørdist m.o. Sverri Egholm limur. Á einum fundi varð tosað um sjónligheit, sum vit felagið ofta framvegis ger, og tá kom sólin hjá Williami upp á tal, tá fingu Sverri og Laura til uppgávu at fáa loyvi frá Williami. Tey fóru niðan til hansara at spyrja, og tað var leyst og liðugt beinanvegin. Hetta var ikki so langt áðrenn William doyði, men hann var púra klárur og vælhýrdur hetta kvøldið, og var fegin um at kunna geva enn eitt íkast til leiklistina. Einki bleiv skrivað niður, men felagið hevur seinni tryggjað sær, í samráð við eftirkomarar Williams, at felagið enn tann dag í dag kann nýta sólina sum búmerki hjá Leikarafelag Føroya. Ulige Numre. Ulige Numre er ein danskur rokkbólkur, ið varð stovnaður í 2010. Bólkurin er mannaður av Carl Emil Petersen (forsangari og guitar), Nick Lee (bass), Teis Lindeskov Søgaard (trummur), Lasse Ziegler (guitar) og Jacob Ulstrup (keyboards). Ulige Numre útgav hin 26. september 2011 debutstaklagið "København" sum video á Youtube. Videofilmurin, ið inniheldur eina røð av gomlum filmsbrotum frá Keypmannahavn og fra gomlum donskum filmum, fekk fleiri túsund vísingar eftir fáum døgum, og fekk nógva miðlaumrøðu.. Staklagið varð nógv spælt á P3 hjá DR. Hin 31. oktober 2011 utgóvu teir ta róstu debut-EP'ina við heitinum "Ulige numre". EP'in er útgivin á plátufelagnum Auditorium og er framleidd av Nikolaj Nørlund. Ulige Numre framførdi sangin "København" saman við føroyska Jógvan Joensen í X-Factor finaluni í Boxen í Herning hin 27. mars 2015. Tomas Tranströmer. Tomas Gösta Tranströmer (føddur 15. apríl 1931 í Stockholm, deyður 26. mars 2015 í Sofia församling í Stockholm), var ein svenskur yrkjari, týðari og sálarfrøðingur. Tranströmer fekk Nobelvirðislønin í bókmentum í 2011 eftir at hava verið eitt afturvendandi navn í kjakinum undan handanina av virðislønini í fleiri ár. Bókmentir eftir Tranströmer eru týddar til meira enn 60 mál. Atoll. a> við korallriv-vøkstri omaná. Ein atoll er ein ringur av smáum sandoyggjum rundan um ein poll við grunnum sjógvi. Atoll er klingruskapað korallriv, sum verður til uttan um eina gosoyggj. Tá ið oyggin søkkur í hav, er bara klingruskapaða rivið eftir. Grunna vatnið innan fyri rivið nevna vit lón ella poll. Ein slíkur pollur verður eisini nevndur laguna. Tær smáu oyggjarnar eru vorðnar til á einum korallrivi. Av fyrstan tíð vaks korallrivið rundan um eina gosoyggj. Eftir milliónum av árum varð gosoyggin máað burtur og hvarv at enda í havið. Eftir er rivið, ið nú liggur sum ein ringur beint undir vatnskorpuni. Korallrivið er skapað eins og gosoyggin einaferð var. Síðan er sandur lagstur her og har oman á korallrivið, og soleiðis eru hesar smáu oyggjarnar vorðnar til. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (fødd 2001) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Havnar Svimjifelag og Føroyska svimjilandsliðið. Hon hevur vunnið gull, silvur og bronsu á Oyggjaleikum. Danish Open 2015. Vár setti nýggj føroysk juniormet á Danish Open í Keypmannahavn um mánaðarskiftið mars/apríl 2015. SMS stevnan 1. og 2. november 2014. Vár vann 1 gull, 2 silvur og 1 bronsuheiðursmerki á SMS-stevnuni í Havn 1. og 2. november 2014. Ægir-stevna 2014. Vár vann 1 gull og 4 bronsuheiðursmerki á Ægirstevnuni, ið varð hildin í Klaksvík 4. og 5. oktober 2014. Meistarastevnan fyri Ung 2014. SSF skipaði fyri Meistarastevnu fyri Ung í Svimjihøllini í Gundadali, Flaggdagin 25. og 26. apríl 2014. Vár vann fýra heiðursmerki og var fimtbest í FINA-stigum. Familja. Vár er dóttir Annu og Erling Eidesgaard og abbadóttir Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmann. Systir hennara Lív (fødd 1999) og bróðirin Bartal (føddur 2003) eru eisini svimjarar. Baku. Baku (aserbadsjanskt: Bakı, "Baky") er høvuðsstaður, størsti býur og størsti havnabýur í Aserbadsjan. Fólkatalið var 2 045 815 í 2011, men í øllum stórbýarøkinum búgva umleið 3 milliónir, harav fleiri eru flóttafólk. Býurin liggur út til Kaspiska havið á suðursíðuni á Absjeronhálvoynni. Baku er uppbýtt í ellivu fyrisitingarlig øki: Azizbajov, Binagadi, Garadagh, Narimanov, Nasimi, Nizami, Sabail, Sabuntju, Chataj, Surachany och Jasamal. Fólk hava búð í økinum síðan fornøld, men fyrsta skrivliga kelda, ið nevnir býin Baku er frá umleið ár 500. Gamli býarparturin í Baku kom við á listan hjá Unesco yvir Heimsarvar. Í 2012 var býurin vertur fyri Eurovision Song Contest. Frá 12. til 28. juni 2015 verður býurin vertur fyri Fyrstu Evropeisku Leikunum. Í 2016 verður Baku vertur fyri Talvolympiaduni. Erhard Joensen. Valfundur í 2015. Erhard Joensen sæst longst til høgru á myndini. Erhard Joensen er ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari fyri Sambandsflokkin úr Vági. Hann hevur verið virkin innan alivinnuna síðan 1990-árini. Lívsleið. Tá ið Erhard var ungur, var hann virkin í ungdómspolitikki, hann var formaður í felagnum Fólkaflokksungdómur í nøkur ár. Hann hevur eisini verið virkin ítróttarmaður, hann vann FM í badminton tvímansleiki hjá dreingjum í 1980 saman við Jóhannes Petersen, VB. Erhard er útbúgvin bankamaður, hann varð útlærdur í Fossbankanum. Seinni lærdi hann til málara og gjørdist málarameistari. Ein av teimum, ið hava lært til húsamálara við Erhard sum meistara, er systkinabarn hansara, sangarin Hans Jacob W. Hjelm. Erhard var eigari av og stjóri á Faroe Farming í fleiri ár frá 2003 til 2012. Í 2011 varð Faroe Farming kosin "Ársins vakstrarfyritøka 2011" av Business-line, Erhard var enn stjóri í felagnum tá, men 80% av partabrøvunum vóru tá uppkeypt av Havsbrún. Í apríl 2011 keypti Bakkafrost Havsbrún. Suðuraling átti hini 20 prosentini. Orsøkin til at Faroe Farming vann heiðurin var at fyritøkan var vaksin nógv skjótari enn aðrar føroyskar fyritøkur tey seinastu 4 árini (2007-11), fyritøkan hevði ein bruttovinning uppá sløk 500%. Í 2007 var bruttoúrtøka felagsins slakar 12 mió krónur, meðan hon kom upp á slakar 70 mió kr. í 2010. Framgongdin var sostatt sløk 500% og nógv tann størsta, sum eitt føroyskt partafelag kann vísa á tey seinastu 4 roknskaparárini. Í 2014 gjørdist Erhard ráðgevi hjá Danish Salmon, ið alir laks á landi. Í 2015 gjørdist hann framleiðslustjóri í felagnum. Hin 31. mars 2015 fekk Erhard danskt patent upp á eina sera umhvørvisvinarliga avlúsingarskipan. Skipanin er ein vacum pumpuskipan við tilhoyrandi lágtrýst spuling á vacumsíðuni. Eingin kemisk evnir verða nýtt undir viðgerðini og tað í sær sjálvum skuldi verið ein stórur fyrimunur, bæði fíggjarliga og umhvørvisliga fyri alifeløgini. PCT umsóknin er til viðgerðar hjá altjóða patent agenturinum, men tað danska patentið er komið uppá pláss. Løgtingslimur. Erhard tók sæti í løgtinginum í september 2019 sum fastur varamaður fyri ein av valdu løgtingslimunum, ið fóru í landsstýri. Familja. Erhard er sonur Lenu og Henning Joensen. Henning hevur eisini verið virkin innan føroyska alivinnu í nógv ár. Henning er sonur Hentzar og Edith Joensen úr Sandvík, fluttu til Vágs í 1955. Erhard er giftur Harriet Joensen, fødd Gleðisheygg, av Toftum. Saman eiga tey fýra børn: Henning, Steintóra, Helga og Malena. Mamma Erhard, Lena, er úr Árnafirði. Pápi Erhard, Henning Joensen, læt upp málingahandilin Vágs Litbúð í Vági hin 6. mai 1973. Emilíana Torrini. Emilíana Torrini Davíðsdóttir (f. 16. mai 1977), er ein íslensk songkvinna. Hon er best kend fyri fløguna Love in the Time of Science, og fyri sangirnar "Jungle Drum" (2009) "Gollum's Song" (2002) frá filminum "Lord of the Rings: The Two Towers". Lívsleið. Emilíana vaks upp í Kópavogi, hjá einari íslendskari mammu og italienskum pápa. Pápi hennara átti ein vælumtókta matstovu, ið æt "Italia" í Reykjavík. Vegna navnalóg sum tá var galdandi í Íslandi, var pápi Emilíonu noyddur at skifta navn frá Salvatore Torrini til Davíð Eiríksson, og tí fekk hon navnið Davíðsdóttir til eftirnavn. Nøkur ár seinni varð navnalógin broytt aftur, og slapp Emilíana og nýta upprunaeftirnavn sítt. Tá Emilíana var sjey ár, byrjaði hon at syngja í kór sum sopran, og tá hon var 15 ár fór hon í ein operaskúla. Í 1994 vann Emilíana sangkappingina fyri íslenskar miðnámsskúlar. Emilíana var "uppdagað" av Derek Birkett, ið hoyrdi hana syngja á eini matstovu. Derek eigur One Little Indian Records, og bjóðaði Emilíonu til London at skriva sangir. Emilíana treivst so væl í London, at hon avgjørdi at vera verðandi. 6. september 2010 føddi Emilíana sítt fyrsta barn, ein son. Tónleikur. Emilíana var limur í íslendska tónleikabólkinum GusGus, og hevur samstarvað við nógvum kendum tónleikarum og sangarum. Har ímillum kunnu nevnast: Kylie Minogue, Moby, Sting, Dido, Travis, Tricky og Adem. Emilíana vann tríggjar virðislønir á teimum íslensku tónleikavirðislønarhátíðini í 2006. Keldur. Emilíana Torrini á íslensku wikipedia Emilíana Torrini á ensku wikipedia "Weird Al" Yankovic. Alfred Matthew "Weird Al" Yankovic (føddur 23. oktober 1959) er ein amerikanskur sjónleikari og tónleikari, ið serliga er kendur fyri at gera parodir av kendum amerikanskum sangum. Hotel Streym. Hotel Streym er eitt hotel í Tórshavn. Tað liggur væl fyri í Havn, niðri við Skansan, og vøksturin í ferðafólkatalinum seinastu árini er eisini komin hotellinum til góðar. Bruttovinningurin gjørdist 2,9 mió. kr í 2014, hetta er nakað betri enn í 2013, tá bruttovinningurin varð 2,7 mió. kr. Virksemi tekur veruliga dik á seg í 2008, tá ið støðisognin veksur við 4 mió. kr. Síðan tá hevur Hotel Streym havt yvirskot hvørt ár. Stjóri í felagnum er Svend Aage Ellefsen. Changsha. Changsha er ein býur í Kina og høvuðsstaður í Hunan landslutinum. Býurin er eisini prefekturat. Kommunan fevnir um eitt øki á 11.819 ferkilometrar og, sambært fólkateljingini í 2010 var fólkatalið í kommununi 7.044.118. Fólkatalið í sjálvum býnum er 3.617.469 Klaus Rifbjerg. Klaus Rifbjerg (15. desember 1931 - 4. apríl 2015) var ein danskur rithøvundur. Hann vaks upp á Amager í 1930-árunum (tá ið hann andaðist búði hann í Spania og í Skodsborg). Hann útgav sína fystu bók í 1956, tá ið yrkingasavnið "Under Vejr med mig selv" kom út. Klaus Rifbjerg, í Danmark eisini nevndur "Store Klaus", var kendur fyri ofta at greiða frá um sín egna uppvøkstur. Við yrkingasavninum "Konfrontation" 1960 innførdi hann eitt heilt nýtt sjónarmið á nýmótans tilveruna, og yrkingasavnið kom at standa sum ein ímynd av konfrontatiónsmodernismuni í 1960-árunum. Við savninum "Amagerdigte" frá 1965 gjørdi Klaus Rifbjerg vart við eina nýggja tíð og var frammanfyri sína tíð við tí einfeldi, ið eyðkendi 1970-árini. Bókin víst m.a. stóra kærleika rithøvundundans til tað vanliga. Mest týðandi verkið hjá Klaus Rifbjerg er Den kroniske uskyld frá 1958, ið seinni bleiv filmatiserað í 1985. Við einum modernistiskum rithøvundaskapi, ið fevnir um meira enn 50 ár og við einari framleiðslu av tveimum til trimum verkum um árið, hevur Rifbjerg sett djúp spor í tað bókmentaliga og mentanarliga Danmark. Í 1976 var hann við til at lata upp gourmet-matstovuna Kong Hans Kælder saman við konu síni Inge og Lene og Sven Grønlykke í kjallaranum á Kong Hans' Vingård í Vingårdstræde í Keypmannahavn við navninum Kong Hans Kælder. Í 1983 móttók hon sum tann fyrsta matstovan í Danmark ein stjørnu í "Michelinguiden". Familjulív. Klaus Rifbjerg hevur síðan 1955 verið giftur týðaranum Inge Rifbjerg. Tey eiga børnini Lise Rifbjerg, týðari, journalist Synne Rifbjerg, journalistur og Frands Rifbjerg, jazztrummusláari. Safari. Safari er internetkagin hjá Apple, men er eisini møguligur at nýta á Microsoft/Windows-teldum. Safari er størsti kappingarneyti hjá Internet Explorer. Apple hevur altíð verið skjótt við dagføringum og nýggjum tænastum, sum aðrir netkagarar hava tikið til sín seinni. Apple mennir bæði hardware og ritbúnaða, og soleiðis verður tess ritbúnaður altíð skræddaraseymaður til tess Apple iPads, iPhones og MacBooks. Safari er sæddur sum ein skjótur og tryggur netkagi. Eyðkennini hjá Safari er ein ruddiligur og einfaldur netkagi. Ytru Smá-Útoyggjarnar hjá USA. Ytru Smá-Útoyggjarnar hjá USA (alment: United States Minor Outlying Islands) er eitt heiti ið verður nýtt um fleiri oyggjar hjá USA í Kyrrahavinum og 1 í Karibiahavinum. Tær størstu oyggjarnar eru Baker Island, Howland Island, Jarvis Island, Johnston Atoll, Kingman Reef, Midway Islands, Palmyra Atoll, Wake Island (oyggjar í Kyrrahavinum) og Navassa Island í Karibia. Oyggjarnar fevna um eitt økið á 34,2 km2. Umframt oyggjarnar eru mangir hólmar, stakkar, drangar og sker. Jón Páll Sigmarsson. Jón Páll Sigmarsson (28. apríl 1960 - 16. januar 1993) var ein íslendskur ítróttarmaður. Jón Páll íðkaði styrkivenjing, og var fyrsti maður í heiminum, at vinna tittulin "Heimsins sterkasti maður" 4 ferðir. Tað gjørdi hann í 1984, 1986, 1988 og 1990. Jón Páll doyði av hjartatilburði 32 ára gamal, í styrkisvenjingarhøli sínum í Reykjavík. Keldur. Jón Páll Sigmarsson á ensku wikipedia Halldór Kiljan Laxness. Halldór Kiljan Laxness (23. apríl 1902 - 8. februar 1998), føddur Halldór Guðjónsson, var ein íslendskur rithøvundur. Í 1955 varð hann fyrsti íslendingurin, ið fekk eina Nobelsvirðisløn. Hana fekk hann fyri bókmenntir sínar. Keldur. Halldór Laxness á ensku wikipedia. Palmyra Atoll. Palmyra Atoll er eitt tað mest avbyrgda staðið í heiminum. Koralloyggin Palmyra er ein atoll umleið mitt millum Hawai'i og Tuvalu. Oyggjabólkurin hoyrir til USA. Palmyra Koralloyggj hevur 4 íbúgvar í 2015 og fevnir um eitt øki, sum er 12 km2 til víddar. Oyggjarnar liggja uml. 5000 km sunnanfyri Kingman Reef í Polynesia. Oyggjabólkurin fevnir um atoll-oyggjarnar Cooper Island, Kaula Island, Sand Island, Home Islets, Barren Island, Strawn Island, Cooper Island, Aviation Island, Quail Island, Whippoorwill Island, Eastern Island, Papala Island, Pelican Island, Bird Island, Holei Island, Engineer Island, Tanager Island, Marine Island, Kaula Island og Paradise Island. Reyðahavið. Reyðahavið er havið ímillum Norðurafrika og Arábia. Tey lond, sum liggja fram við Reyðahavi, kalla vit Reyðahavslondini; tey eru Egyptaland, Ísrael, Saudiarábia, Jemen, Jordan, Sudan, Eritrea og Djibuti. Suezveitin er ein tann týdningarmesta farleið í øllum heiminum; hon er grivin ígjøgnum tann 171 km langa Suezdalin úr Miðjarðarhavinum í Reyðahavið. Tað var í árinum 1859, at 25.000 mans settu á at grava, og ikki fyrr enn í 1869 vóru teir lidnir. Suezveitin styttir farleiðina úr Evropa til Ásia uml. 12.000 km. Fríu fronsku herdeildirnar. Fríu fronsku herdeildirnar (franskt: "Forces Françaises Libres"), FFL, vóru tær hernaðarligu deildirnar hjá eksilstórnini hjá "Fría Fraklandi" undir seinna heimskríggi. Størstiparturin av Fríu fronsku herdeildunum vóru hermenn við aðrari etniskari bakgrund enn franskari. Richard Dawkins. Clinton Richard Dawkins, millum manna kallaður Richard Dawkins, (føddur 26. mars, 1941 í Kenja) er ein enskur atferðarfrøðingur, lívfrøðingur og rithøvundur. Harumframt er hann fyrrverandi professari á Oxfords Fróðskaparsetri í Onglandi. Richard Dawkins er víðagitin gudloysingur og finnist tíðum at m.a. skapanarlæru og átrúnaði sum heild. Í bók síni 'The God Delusion', sum varð givin út í 2006, grundgevur Richard fyri, at Guð ellar gudar eru uttan iva ikki til og at trúgv er ein villleiðing. Bókin hevur selt væl yvir 2 mió. eintøk og er týtt til yvir 31 mál. Fallin í bardaga. Fyribils grøv fyri ein amerikanskan maskinbyrsuhermann, ið fall í bardaga undir Overlord tiltakinum. Fallin í bardaga ella dripin í bardaga (enskt: "killed in action" - "KIA") er ein málbering, ið vanliga verður nýtt í hervaldinum fyri egnir hermenn, ið eru dripnir av fíggindanum. Fólk, ið verða dripin í bardaga, eru ikki deyð av vanlukkum sum t.d. bilvanlukkum ella øðrum ikki-fíggindaligum hendingum ella terrorismu. Fallin í bardaga kann brúkast bæði til frontlinjuhermannahópar og flota-, loft- og stuðulshermannahópar. Ein ið er blivin dripin í bardaga í einari serstakari hending, verður nevndur við einum † (Unicode U 2020: Dagger) við síðuna av navni sínum, fyri at vísa at viðkomandi er deyður. Georges Lemaître. Monseigneur Georges Henri Joseph Édouard Lemaître, vanliga nevndur Georges Lemaître (føddur 17. juli 1894 – doyði 20. juni 1966), var ein belgiskur stjørnufrøðingur og katólskur prestur. Hann starvaðist sum professari innan alisfrøði á katólska fróðskaparsetrinum í Leuven. Georges Lemaître legði eisini fram sítt ástøði um tað, sum millum manna er kent sum "the Big Bang theory" ella á føroyskum Bresturin Mikli. Hetta er eitt vísindaligt ástøði um upprunan av alheiminum, og hann varð tann fyrsti akademikarin, sum kom fram við hesum ástøðinum. American Luxury Limousine. American Luxury Limousine er ein limousin-fyritøka í Westlake Village í Kalifornia, USA. Teir hava fimtan stórar limousinur, m.a. ein svartan Lincoln og ein hvítan Chrystler 300. Talan er um væl innrættaðar limousinur við plássi til 6, 8, 12, ella 15 ferðandi. Limousin-koyringin fær góða undirtøku millum fólk í sambandi við til dømis brúðarkoyring, ein øðrvísi túr í býin í Los Angeles, etc. American Luxury Limousine skipar hvønn dag alt árið fyri fleiri túrum til vínøkjum um alt Suðurkalifornia. Og víngarðarnir eru at finna í m.a. Santa Ynez Valley og Malibu Canyon. Mark E. Christiansen er stovnari, eigari og stjóri (CEO) á limousin-fyritøkuni. María Ólafsdóttir. María Ólafsdóttir (fødd 21. mars 1993), er ein íslendsk sjónleikarinna og songkvinna. Hon umboðar Ísland í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Unbroken". Í Íslandi hevur María spælt í fleiri leikum, har ímillum kunna nevnast leikluturin sum Louisa von Trapp í "The Sound of Music" (2009), og Ronja Ránsmannadóttir (2014) í leikinum við sama navni. Aminata Savadogo. Aminata Savadogo, fødd 9. januar 1993, er ein lettisk songkvinna. Hon umboðar Lettland í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Love Injected". Hetta er aðru ferð Aminata roynir at sleppa við í Eurovision. Í 2014 gjørdist hon nummar fimm í lettisku sonkappingini við sanginum "I Can Breathe". Keldur. Aminata Savadogo á ensku wikipedia Måns Zelmerlöw. Måns Petter Albert Sahlén Zelmerlöw (føddur 13. juni 1986), er ein svenskur poppsangari og sjónvarpsmaður. Hann er best kendur fyri luttøku sína í svensku tónleikakappingini "Idol 2005", fyri at vinna fyrstu røð av sendingini "Let's Dance", og fyri sangin "Cara Mia", ið hann sang í svensku Eurovision kappingini "Melodifestivalen" í 2007. Måns hevur tríggjar ferðir luttikið í Melodifestivalen, í 2007, 2009 og í 2015, har hann vann. Måns umboðaði Svøríki í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Heroes". Finalan varð hildin 23. mai 2015, og har vann hann Eurovision Song Contest við 365 stigum. Elnur Hüseynov. Elnur Hüseynov, føddur 3. mars 1987 í Turkmenistan, er ein aserbajanskur sangari. Hann er mest kendur fyri luttøku sína í Eurovision Song Contest 2008, og fyri at vinna fjórðu røð av "The Voice Turkey" í 2015. Elnur umboðar Aserbajdsjan í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Hour of the Wolf". Maraaya. Maraaya er ein slovensk sang duo. Navnið er komið burturúr nøvnunum hjá teimum báðum limunum Marjetku og Aleš ("Raay") Vovk. Á slovenskum týðir navnið "Hon eigur Rayy". Duoin var sett saman í 2014 tá parið gav út stakfløguna "Lovin' Me", sangurin var sera væl umtóktur á danshittlistunum í Belgia, Týsklandi, Italia og Slovenia. Rayy hevur skrivað sangir fyri nógvar slovenskar poppsangarar, og í 2014 stóð hann sum sangskrivari av slovenska sanginum "Round and Round" í Eurovision Song Contest 2014. Duoin Maraaya umboðar Slovenia í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Here For You". Lívsleið. Marjetka og Rayy eru gift og eiga tveir ungar synir. Saman reka tey ein privatan tónleikaskúla fyri ungar evnaríkar tónleikarar. Pertti Kurikan Nimipäivät. Pertti Kurikan Nimipäivät (á føroyskum: Navnadagur Pertti Kurikka, men eisini kendur sum PKN) er ein finskur punk-rokkbólkur. Bólkurin var stovnaður í 2009 á einum verkstaði fyri fólk við menningartarni. Bólkurin varð kendur í Finnlandi aftaná at hava verið høvuðsevnið í einum heimildarfilmi, ið kallaðist "The Punk Syndrome". í 2015 spældi bólkurin seg víðari til finaluna í "Uuden Musiikin Kilpailu", ið er tann finska Eurovision kappingin. Nakrar vikur seinni vunnu teir kappingina, og umboða sostatt Finnland í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Aina mun pitää". Limir. Bólkurin hevur fýra limir: gitaristin Pertti Kurikka, sangaran Kari Aalto, bassleikaran Sami Helle, og trummuspælaran Toni Välitalo. Pertti Kurikka. Pertti Kurikka, føddur 26. desember 1956 í Vihti, er gittarleikari bólksins. Hann skrivar tónleikin, og eitt sindur av tekstunum. Pertti hevur útgivið eina kassettu, og eina bók við ræðusøgum undir listanavninum Kalevi Helvetti. Hann hevur lurtað eftir punktónleiki í 30 ár, men lurtar eisini eftir fleiri øðrum tónleikastílum. Alt frá klassiskum tónleiki til slagarar, diskotónleik og barnasangir. Hann fer regluliga í kirkju, og hevur ætlanir um at trekkja seg aftur, og gevast at spæla tónleik tá hann fyllir 60 ár. Pertti dugir eisini at leika á urgu. Kari Aalto. Kari Aalto, føddur í 1976 í Tampere, er sangari bólksins. Hann skrivar eisini meginpartin av tekstunum hjá bólkinum. Kari er skúlavinur Pertti og hevur sínu egnu sending á finsku útvarpsstøðini Bassoradio. Hann dugir at leika á trummur, bass og keybord, og elskar motorsúkklur, amerikanskar bilar, kvinnur og rúsdrekka. Kari lurtar eftir tónleiki frá 1950- og 1960-árunum, og tá serliga rokk, psychobilly, rockabilly, surf og doowop, men eisini lurtar han eftir rapp, heavy metall og fólkatónleik. Í frítíðini dámar honum ikki at lurta eftir punktónleiki, tí er partur av arbeiði hansara. Sami Helle. Sami Helle, føddur í 1973, er bassaleikari bólksins, men syngur eisini bakrøddir. Sum barn búði hann í Boston, New York, Paris, og Antibes, so hann dugir flótandi enskt. Sami er politiskt áhugaður og er limur í Finnish Central Party, samstundis sum hann er aktivur í felagskapinum "Me itse", ið er ein felagskapur fyri fólk við menningartarni. Sami ynskir at gerast býráðslimur í Helsinki, og ein dag gerast tingmaður í finska tinginum. Toni Välitalo. Toni Välitalo, føddur í 1982 ella 1983, er trummuspælari og yngsti limur bólksins. Hann byrjaði at spæla trummur tá hann var seks ára gamal. Afturat punktónleiki spælir Toni nógvar aðrar tónleikastílar so sum jenkka, blues og mazurka. Yndistónleikagrein Toni er tó finskir slagarar. Kalle Pajamaa. Kalle Pajamaa, føddur 1978, er umboðsmaður bólksins, og hjálpir bólkinum at seta sangirnar saman. Hann verður tí vinarliga kallaður fimti limur bólksins Keldur. Pertti Kurikan Nimipäivät á ensku wikipedia Mélanie René. Mélanie René (fødd 1. september 1990) er ein sveisisk songkvinna av móritiskum uppruna. Hon er kend fyri at umboða Sveis í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Time to Shine". Mélanie er dóttir tónleikara, og uppdagaði kærleikan til tónleik tá hon var sjey ára gomul. Í 2010 flutti hon til Onglands har hon las hjá kendu skúlunum ACM (Academy of Contemporary Music) og BIMM (Brighton Institute of Modern Music). Tað var undir lestrartíðini í Englandi at hon skrivaði Eurovision sangin "Time to Shine". Giannis Karagiannis. Giannis Karagiannis (Grikst: Γιάννης Καραγιάννης), føddur í 1995, er ein kypriotiskur sangari og tónaskald. Tá Giannis var yngri lurtaði hann nógv eftir Eminem, Linkin Park og Metallica, men áhugin fyri at syngja kom fyrst tá hann byrjaði at lurta eftir meira melodiøsum sangum. Hann traðkaði fyrstu ferð fram í sjónvarpi sum 12 ára gamal í 2007, tá hann luttók í tí kýpernsku junior eurovision sangkappingini. Giannis luttók aftur í tí kypriotisku Junior Eurovision sangkappingini árið eftir í 2008, men hvørgan av ferðunum náddi hann at vinna og sostatt umboða land sítt í evropeisku kappingini. Tónleikaliga ávirkan Giannis er Ed Sheeran og John Mayer, ella sum hann sjálvur sigur "einhvør sangari, ið hevur eina góða rødd og frálíkan sang". Áhugi hansara fyri Eurovision Song Contest tók seg upp í 2004 tá hann hoyrdi kypriotisku Lisu Andreas umboða Kýpros við sanginum "Stronger Every Minute". Síðani ynskti hann og vónaði at sleppa at umboða land sítt í somu kapping. Giannis umboðar Kýpros í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "One Thing I Should Have Done". Nadav Guedj. Nadav Guedj (Hebraiskt: נדב גדג'‎), (føddur 2. november 1998), er ein fransk-israelskur sangari. Hann er føddur í París í Fraklandi, men er uppvaksin í Ísrael. Í 2015 vann hann isralsku sangkappingina "HaKokhav HaBa "(Næsta Stjørnan), og umboðar sostatt Ísrael í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Golden Boy" Hetta er fyrstu ferð at Ísrael syngur ein sang, ið er allur á enskum. Keldur. Nadav Guedj á ensku wikipedia Václav Noid Bárta. Václav Bárta, føddur 27. oktober 1980, eisini kendur sum Václav Noid Bárta, er ein kekkiskur sangari, tónaskald og sjónleikari. Václav kemur frá einari listarligari familju. Pápi hansara er rithøvundur og leikstjóri, og mamma hansara er songkvinna. Tá hann var 17 ár stovnaði hann kekkiska metalbólkin Dolores Clan, og seinni tónleikabólkin Noid Crew. Václav hevur framført nógv a palli og kunnu nevnast sjónleikara- og sangleiklutir í Hamlet, Excalibur, Aida, Jesus Christ Superstar, Lucie og větší než malé množství lásky. Hann hevur givið út fleiri sangir sum solo artistur, og eigur kekkisku tónleika framleiðslufyritøkuna ParaNoid Studio, har hann framleiðir sín egna tónleik. Václav umboðar, saman við Martu Jandová, Kekkia í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Hope Never Dies". Keldur. Václav Barta á ensku wikipedia Útvortis ávísing. Václav Bárta á Internet Movie Database M/S Scandinavian Star. M/S Scandinavian Star var ein 141,6 metrar long bil- og ferðafólkaferja á 10.513 bruttoregistartons, ið var bygd í Fraklandi í 1971. Vanlukkan. Um náttina tann 7. apríl í 1990 kom eldur í ferjuna M/S Scandinavian Star, sum sigldi ímillum Oslo og Frederikshavn. Vanlukkan kravdi 159 mannalív. Tað eru nógvar ávísingar sum benda á, at eldurin var ásettur, men enn er ikki uppklárað, hvør ella hvat kyndi eldin, ið elvdi til syrgiligu vanlukkuna. Helviti. Helviti er sambært Bíbliuni revsingarstaður teirra glataðu, hvagar glatað menniskju fara eftir deyða, um tey ikki hava vunnið frelsuna. Henda revsing er sambært Bíbliuni ævig eins og fólk, ið hava vunnið frelsuna, eiga ævigt lív. Orðið "helviti" verður nýtt sum illbøn og niðrandi orð á føroyskum og øðrum málum. Helviti verður lýst sum ein staður við brenning, eldi og stórari neyð. Harafturat eru tað fleiri aðrir átrúnaðir, ið hava líkar frumsagnir um helviti og revsingarstaðir eftir deyða, til dømis trúðu fólk uppá helheim, ið var deyðaríki Heljar (norrøn gudinna), í heidnari tíð. Himmiríki. Himmiríki er sambært Bíbliuni bústaður Guðs, einglanna og teirra sælu, hvagar frelst menniskju fara eftir deyða, um tey hava vunnið frelsuna og eiga ævigt lív. So statt er himmiríki eitt ævigt páradís. Kristin trúgva, at fólk, ið eru frelst, fara til himmals, tá ið tey doyggja, meðan glatað fólk fara til helvitis. Benjamin Netanyahu. Benjamin Netanyahu, eisini nevndur Bibi millum manna, (føddur tann 21. oktober 1949 í Tel Aviv) er núverandi forseti Israels. Hann er eisini limur í Knesset, formaður í Likud og ráðharri í almennum og uttanríkismálum. Hann hevur millum annað lisið á væl umtókta Harvard University í USA. Frístaðurin Christiania. Christiania (eisini nevndur frístaðurin Christiania ella bara "Staden" á donskum) er ein staður í býlinginum við Christianshavn í Keypmannahavn. Staðurin er umleið 34 ferkilometur til støddar. Í 2011 vóru 792 fólk við bústaði í Christiania, sum er umleið 100 fleiri enn tað vóru í 1991. Christiania liggur á fjórðraplássi yvir staðir í Danmark, ið draga flest ferðafólk til sín. Árliga dregur Christiania eina hálva millión ferðafólk. Letibjørn. Letibjørn (latínskt: "Melursus ursinus") er stórt loðið ránsdjór av bjarnarætt. Miljöpartiet. Miljöpartiet de gröna, oftast stytt til Miljöpartiet og í Svøríki eisini til MP, er politiskur flokkur í Svøríki. PISA (kanning). a>, OECD, hevur ment og stendur fyri altjóða PISA-verkætlanini. Programme for International Student Assessment (PISA) er ein OECD-verkætlan, ið miðlar eftir at máta, hvussu væl 15 ára gomul eru fyrireikað at møta framtíðar avbjóðingum, og at duga at nýta førleikar sínar í veruliga lívinum. Dentur verður lagdur á altjóða førleikar og í minni mun vitan ella kunnleika úr heimligum umhvørvi. Altjóða felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning (OECD) ásetir saman við luttakaralondunum treytir og karmar fyri kanningini. Hetta ger tað møguligt at gera samanbering millum lond, og yvir tíð. Í 1997 tók danska undirvísingarmálaráðið avgerð um at vera við í OECD-verkætlanini. Tey ungu, sum eru við í altjóða kanningini, eru 15 ára gomul. Longu frá byrjan varð gjørt av, at PISA skuldi skipast í trimum umførum, har umfatandi kvantitativar kanningar av skrásetandi slag verða framdar. Fyrsta umfar fór fram í 2000 í 32 londum aftan á góð tvey ára fyrireiking. Úrslitini vórðu almannakunngjørd í desember 2001. Annað umfar fór fram í 2003 í 41 londum. Fyrstu úrslitini vórðu almannakunngjørd í desember 2004. Triðja umfar fór fram á vári 2006 í 57 londum, og Føroyar eru partur av hesi kanning, sum ein undirbólkur av Danmark, men úrslitini í Føroyum verða viðgjørd í sjálvstøðugum tabellum. PISA mátar førleikar innan trý faklig høvuðsøki. Hesi eru lesing, støddfrøði og náttúrulærugreinir. Í 2012 varð harumframt eisini framt eina PISA-kanning, sum fór fram á teldu (CBA). PISA er ein afturvendandi kanning, sum verður hildin triðja hvørt ár. Í hvørjum PISA-umfari verða øll øki viðgjørd, men serligt verður gjørt burturúr einum ávísum fakligum øki, sum verður kallað høvuðsøki. Høvuðsøkið í 2012 var støddfrøði, í 2009 var tað lesing, og í 2006 var høvuðsøkið náttúruvísindi, ið aftur verður høvuðsøki í 2015. Denali. a>, Denali, 6190 m. Har er ódnarveður og nógvur kuldi, heilt niður í -40 °C, sjálvt á hásumri. Denali, ella Mount McKinley, sum tað eisini nevnist, er hægsta fjallið í Norðuramerika, 6190 metrar høgt og er í amerikanska statinum Alaska. Mount McKinley liggur júst norðanfyri pólsirkulin í Denali National Park, í amerikanska statinum Alaska. Kuldin er øgiligur, og Denali verður sagt at vera heimsins kaldasta fjall. Denali liggur júst norðanfyri pólarmarkið á 63 breiddarstigum. Hetta ger at kuldin er øgiligur. Stormarnir eru sterkir og eingin alpinistur kann vænta sær gott veður allan vegin upp á toppin. Kuldin er ekstremur, ikki óvanligt niður í -75 °C. Klintrararnir flúgva við einum lítlum propel-flogfari úr nærmasta býnum Anchorage og lenda umleið 45 min. seinni á jøklinum við fótin á Mt. McKinley í Denali National Park. Denali er eldra navnið og soleiðis nevndi upprunafólkið í Alaska fjallið. Men sum so ofta verða onnur nøvn sett á, og í hesum føri gav William McKinley, sum var forseti í USA úr 1897 til hann bleiv myrdur í 1901, hesum fjallinum navn. Men tá náttúruparkin, rundan um fjallið, seinni varð víðkað, fekk hon navnið "Denali National Park". Fjallafarar nú á døgum nevna tó fjallið við sínum upprunaliga navni, og tað er alsamt meiri vanligt millum manna. Staturin Alaska langt síðani alment hevur broytt navnið til Denali, men fær ikki sambandstjóðina í Washington DC at gera tað sama, tí at Ohio leggur veto. Tað gera teir helst, tí at William McKinley var ættaður haðani. Orlando. Orlando er ein býur í amerikanska statinum Florida. Í miðjuni av Florida liggur Orlando, sum av fyrstan tíð var heimstaður hjá sitrus-plantasjum, men nú er ein fjøltáttaður undirhaldsbýur, sum við m.a. Universal Studios, Disney World og Sea World tænir ferðavinnuni, ið dregur barnafamiljur úr øllum heiminum til sín. Í Orlando búgva uml. 255.000 í 2013. Dries van Noten. Dries van Noten (føddur 12. mai 1958 í Antwerpen) er ein belgiskur mótasniðgevi. Í 2005 skrivaði New York Times at hann var ein av best umtóktu mótasniðgevum innan mótaheimin ("one of fashion's most cerebral designers"). Stílur hansara er sagdur at vera eksenstriskur ("eccentric"), og gjørdist ópopulerur í tí langa tíðarskeiðnum har minimalisma var í hæddini tíðliga í 1990-árunum, men fekk so eitt come back mitt í 2000-árunum, og í 2008 vann hann International Award of the Council of Fashion Designers of America. Sama árið sniðgav hann klæðir til sjónleikarinnuna Cate Blanchett til handanina av Oscar-virðislønini, og helt fram við at sniðgeva kjólar til hana til tiltøk á reyða teppinum síðan tá. Aðrir kendir kundar hansara eru eitt nú Prinsessa Mathilde av Belgia, og sjónleikarinnan Maggie Gyllenhaal. Sigourney Weaver. Susan Alexandra Weaver (fødd 8. oktober 1949) er amerikansk sjónleikarinna. Hon er mest kend fyri at spæla leiklutin sum Ellen Ripley í filmsrøðini "Alien". Hon hevur eisini spælt høvuðsleiklutin sum Dana Barrett í filumun "Ghostbusters" (1984), Ghostbusters II (1989) og sum Dr. Grace Augustine í Avatar (2009). Sjey ferðir hevur hon verið tilnevnd Golden Globe Award, og í 1988 vann hon tvær Golden Globe virðislønir, onnur var fyri "Best Actress in Drama" og hin fyri "Best Supporting Actress" fyri hennara leiklutir í filmunum frá 1988 Gorillas in the Mist og Working Girl og gjørdist harvið tann fyrsti persónurin nakrantíð, ið vann tvær Golden Globe virðislønir fyri at spæla sama ár. Hon vann ein BAFTA Award fyri bestu sjónleikarinnu í stuðlandi leikluti í fyri sín leiklut í filminum frá 1997 "The Ice Storm". Harafturat hevur hon fingið tríggjar Oscar tilnevningar, tríggjar Emmy Award tilnevningar og tvær Saturn Awards. Internet Movie Database. Internet Movie Database (IMDb) er ein online filmdátugrunnur við kunning um stórt sæð allir filmar. IMDb varð stovnað í 1989 í tíðindabólkinum "rec.arts.movies" á Usenet, har ið luttakararnir í tíðindabólkinum viðlíkahildu fyrst tveir og síðan nógvir ymiskir listar. Telduskráir vóru mentar, sum gjørdu tað møguligt at leita á ymiskir mátar í listunum. Í 1993 varð tann fyrsta online-útgávan av IMDb atkomulig á internetinum. Í 1998 varð IMDb keypt av Amazon.com, við tí treyt, at dátugrunnurin framhaldandi skuldi vera alment atkomuligur fyri øll. Fólkatingsvalið 2011 í Føroyum. Fólkatingsvalið 2011 til danska Fólkatingið varð hildið í Danmark, Føroyum og Grønlandi hin 15. september 2011. Í Føroyum stillaðu seks politiskir flokkar upp til fólkatingsvalið, og harafturat stillaði Poul Michelsen upp á uttanflokkalista. Hann var farin úr Fólkaflokkinum og hevði stovnað flokkin Framsókn, men flokkurin slapp ikki at stilla upp til fólkatingsvalið, hetta tí at treytin fyri at luttaka í Fólkatingsvalinum treytar, at flokkarnir, sum stilla upp, skulu vera valdir á Løgting, og tí stillaði hann upp á uttanflokkalista. Persónligar atkvøður í Føroyum (topp 10). Sjálvt um Høgni Hoydal úr Tjóðveldi fekk flestar persónligar atkvøður av øllum valevnunum, so varð hann ikki valdur í Fólkatingið. Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum vóru valdir á Fólkating at umboð Føroyar. Fólkatingsvalið 2007. Fólkatingsvalið týsdagin hin 13. november 2007 varð útskrivað frá Fólkatingsins talarastóli av táverandi forsætismálaráðharra Anders Fogh Rasmussen mikudagin hin 24. oktober 2007. Tað var tað 66. fólkatingsvalið. Valúrslit. Socialistisk Folkeparti gjørdist stóri vinnarin av valinum og fór frá 11 til 23 tinglimir. Dansk Folkeparti helt fram við framgongdini, við tað at flokkurin vann ein eyka tinglim og fekk 25 tinglimir. Ny Alliance, ið stillaði upp fyri fyrstu ferð, varð valt inn á Fólkatingið við 5 tinglimir, ið var nakað minni, enn meiningsmátingar høvdu boðað frá, áðrenn valið, stutta tíð eftir, at flokkurin varð stovnaður um várið. Stóri taparin gjørdist Det Radikale Venstre, ið bleiv nærum hálveraður, við tað at flokkurin fór frá 17 til 9 limum. Venstre misti 6 limir og fekk 46 limir. Socialdemokraterne mistu 2 limir og fekk 45 limir við einum atkvøðutali, ið ikki hevði verið so lágt síðan 1906. Enhedslisten misti 2 limir men kláraði sperrumarkið og fekk 4 limir. Det Konservative Folkeparti fekk 18 limir, ið var óbroytt frá valinum frammanundan, tó var ein lítil framgongd í atkvøðum. Kristendemokraterne, ið ikki kláraðu sperrumarkið á seinasta vali, komu heldur ikki inn hesaferð, atkvøðutalið var hálverað. Í Føroyum endurvannTjóðveldi tann eina fólkatingslimin, meðan Sambandsflokkurin vann hin limin frá Fólkaflokkinum. Teir báðir grønlendsku limirnir fóru til Siumut og Inuit Ataqatigiit. Giorgio Demetrio Gallaro. Giorgio Demetrio Gallaro (føddur 16. januar 1948) er ein italskur biskupur í tí italsku-albansku katólsku kirkjuni í sóknini Piana degli Albanesi. Hann hevur verið biskupur har síðan 31. mars 2015. Undanmaður hansara var Sotìr Ferrara. Hann varð føddur í Pozzallo í 1948. Hann flutti til Los Angeles og varð prestvígdur í 1972. Hann starvaðist sum prestur í fleiri ymiskum sóknum í Eastern Rite, USA. Frá 1987 til 2015 var hann í starvi hjá Eparchie Newton. Hin 31. mars 2015 útnevndi Frans pávi hann sum nýggjan biskup av Piana degli Albanesi, og 28. juni 2015 vígdi Ercole Lupinacci hann. Pozzallo. Pozzallo (sisilienskt mál: "Puzzadu") er ein býur og kommuna í Sisilia í Suðuritaliu, sum liggur 33 kilometrar í ein landsynning av Ragusa. Tann 31. desember 2010 búðu 19 234 fólk har. Makao. Makao, sum altíð hevur staðið í skugganum av nógv ríkara og størra granna sínum fyri eystan, Hongkong, er eitt lítið útnes og tvær smáar oyggjar, ið eru bundnar saman av einari brúgv og einari byrging. Makao varð latið Kina aftur í 1999. Tá ið portugisar lótu valdið frá sær - eftir at hava verið har í næstan 450 ár - var tað endin á elsta evropeiska hjálandinum í Asia. Hóast Portugal læt Makao aftur til Kina í 1999, heldur kapitalistiska skipanin fram í 50 ár. Býarmyndin í Makao er merkt av spælihúsum og gistingarhúsum. Spælihúsini draga mong ferðafólk hagar, tí kinverjum dámar ógvuliga væl at spæla, og ikki er loyvt at spæla um pening í Hongkong. Meiri enn triðingurin av allari inntøku í Makao er av spæli. Makao ger alskyns vøru til útflutnings, t.d. klæði og elektróniskar lutir, fýrverk, leiku og kunstblómur. Hvønn dag koma láglønt verkafólk úr Kina at arbeiða í mongu verksmiðjunum í Makao. Marta Jandová. Marta Jandová, fødd 13. apríl 1974, er ein kekkisk songkvinna og sjónleikarinna. Hon er mest kend fyri at vera forsangari í týska tónleikabólkinum "Die Happy". Marta umboðar Kekkia saman við Václav Noid Bárta í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Hope Never Dies". Kjetil Mørland. Kjetil Mørland, føddur 3. oktober 1980, betri kendur sum Mørland, er ein norskur sangari og tónasmiður. Mørland umboðaði Noreg, saman við Debrah Scarlett í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "A Monster Like Me". Debrah Scarlett. Joanna Deborah Bussinger, fødd í 1993 ella 1994, betri kend undir listanavni sínum Debrah Scarlett, er ein norsk-sveisisk songkvinna. Hon umboðar Noreg, saman við Mørland, í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "A Monster Like Me". Lívsleið. Debrah var fødd í Hakadal í Noregi, men flutti sum 5 ára gomul til Sveis. Í 2013 luttók hon, sum 19 ára gomul, í norsku útgávuni av tónleikakappingini "The Voice". Amber Bondin. Amber Bondin, fødd 26. mai 1991, er ein maltisk songkvinna. Eftir at Amber vann maltisku songkappinga, var klárt, at hon fór at umboða Malta í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Warrior". Amber hevur rokkið finaluna í maltisku songkappingini hvørt ár frá 2011 til 2015. Amber var bakrødd hjá Malta í Eurovision Song Contest 2012, tá Kurt Calleja luttók við sanginum "This Is The Night". Leonor Andrade. Leonor Andrade'", fødd 13. september 1994, er ein portugisisk songkvinna og sjónleikarinna. Hon umboðar Portugal í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Há um mar que nos separa". Lívsleið. Í 2014 luttók Leonor í næstu røð av portugisksku útgávuni av "The Voice". On 13 May 2016 she released her debut album, "Setembro". Albuquerque. Albuquerque er nakað miðskeiðis í statinum og er tann størsti býurin í New Mexico í Sameindu Statunum. Har búgva um leið 560 túsund fólk. Albuquerque International Balloon-festivalurin er í Albuquerque og strekkir seg yvir 9 dagar í oktobur. Tað er heimsins størsti ballónfestivalur, og á hvørjum ári verður luftin fylt við 100-tals luftballónum í alskyns litum og skapi. Støddarstig (øki). This page is a progressive and labelled list of the SI area orders of magnitude, with certain examples appended to some list objects. ISO 3166. ISO 3166 frá International Organization for Standardization (ISO) er ein millumtjóða standardur fyri landakotur, har ið londini fáa eina bókstavakotu við tveimum ella trimum bókstavum ella eina talkotu við trimum siffrum. Amerikonsk søga. Í fyrstuni høvdu Sameindu Statirnir 13 lond, hvørt við sínari søgu og sínum siðum. Í 1787 gekk herovastin og politikarin George Washington á odda at smíða eina grundlóg, sum gav samveldisstjórnini í District of Columbia nógv vald. Grundlógin, sum kom í gildi í 1789, tryggjaði fólkinum og statunum stórt frælsi. Nú er USA ríkasta og sterkasta land í heiminum. Soleiðis hevur ikki altíð verið. Fyri bara 200 árum síðan var USA veikt og ungt. Tá var USA ein smøl ál fram við Atlantshavi, og har búðu bara 4 mió. fólk. Vestan fyri var ómetaliga vítt og púra fremmant land. Upp ígjøgnum 19. øld otaðu niðursetufólkini seg alsamt longri vestureftir. Tað elvdi til mangan harðan bardaga við upprunafólkið, indianar, og teir vórðu at kalla týndir. Alla tíðina tustu tilflytarar úr Europa á land á eysturstrond USA. Í 1900 fingu amerikanarar meira burtur úr jørðini og ídnaðinum enn nakað annað framkomið land. Hetta ríkidømið og valdið, sum stóðst av tí, eggjaði USA at leggja seg meiri og meiri út í altjóða viðurskiftini, og USA var við í m.a. bæði Fyrra- og Seinna heimsbardaga. 
Indianarnir. Hildið verður, at einar 15-20 milliónir indiánar vóru í øllum Amerika, tá ið Christopher Columbus kom hagar í 1492. Av teimum vóru bara 2 milliónir í USA. Í USA vóru einir 300 ættarbólkar, og teir talaðu 200 ymisk mál. Hildið verður, at Beringssundið var ikki til fyri 20.000-30.000 árum síðani. Tað var landfast ímillum Asia og Norðuramerika. Veiðimenn og savnarar komu úr Asia henda vegin. Hetta fólkaslagið fór um alt Amerika og var eyðkent. Slætt, svart hár og reyðbrúnan húðarlit. Tey vórðu kallað indianar, tí Christopher Columbus helt, at hann var komin til India. Skógarindianar í t.d. Ohio lótu seg í skinnklæði at verja fyri kulda. Indianarnir á útnyrðingsstrondini vóru fiskimenn og bygdu sær stór hús. Teir prýddu hús og bátar við litaðum træskurðum. Indianarnir, ið búðu á háslættunum, dugdu væl at flætta kurvar. Puebloindianar í m.a. Colorado bygdu sær hús av tigulsteini. Húsini vóru stór, og fleiri húski búðu undir somu lon. Eisini vevaðu teir litføgur klæði. Tá ið tosað verður um grasfløtuindianar í m.a. Dakota, eru siouxindianar teir gitnastu. Húðina av bisonanum nýttu teir til tjøld. Indianarnir landsynningsmegin dyrkaðu bønir, tubbak og mais. Húsini, ið teir bygdu sær, vóru ferhyrnt og høvdu hálmtak. Á mangan hátt vóru teir hvítu úr Europa betur fyri, men indianarnir stóðu ikki aftari. Ikki dugdu teir at gera jarn, men mentanarliga vóru teir ikki aftari. Teir yrktu, málaðu, høvdu sína egnu trúgv og mál, og felagsskapurin var góður. 

Amerikanska Kollveltingin
. "Høvuðsgrein: Amerikanska Kollveltingin" Amerikanska Borgarakríggið. "Høvuðsgrein: Amerikanska Borgarakríggið" Heimskreppan. "Høvuðsgrein: Heimskreppan 1929" Seinni heimsbardagi. "Høvuðsgrein: Seinni heimsbardagi" Kalda kríggið. "Høvuðsgrein: Kalda kríggið" Sí eisini. * Eric Bauza. Eric Adrian Bauza (føddur 1979)) er ein kanadiskur raddaleikari og skemtari. Hann er mest kendur fyri at spæla leiklutir sum Stimpy í "Ren and Stimpy Adult Party Cartoon" (eftir at Billy West ið upprunaliga legði rødd til, noktaði at endurtaka leiklutin) og Slip & Slide D'Peel í "Coconut Fred's Fruit Salad Island". Hann hevur eisini lagt rødd til Rodolfo/White Pantera fyri "El Tigre" á Nickelodeon, Storm Shadow, Destro, og Tunnel Rat á ', Razoff frá ' og The Professor and Pipo Monkeys í "Ape Escape". Hann hevur eisini lagt rødd til Lord Takagami frá '. Danska Superligan 2013-14. Danska Superligan 2013–14 var tann 24. sesongin av Donsku Superliguni, ið avgerð Danska fótbóltsmeistaraheitið. Lið. AC Horsens og Silkeborg IF endaðu 2012–13 sesongina á 11. og 12. plássi, og fluttu niður í næstbestu deildina. Í staðin fyri liðini ið fluttu niður, fluttu vinnarin av 1. deild Viborg FF og nummar tvey FC Vestsjælland upp í Superliguna. Autisma. Autisma er eitt felags heiti fyri diagnosur innan fyri menningarórógv. Menniskju við autismu hava vanliga ikki sjónlig brek. Menningin er merkt av truplum samskifti, málsligum órógvi, ritualum og serstøkum áhugamálum. Menniskju, ið bera brekið autisma, hava ofta eisini onnur brek. Hesi menniskju megna tí illa at vera saman við øðrum, á ein náttúrligan hátt. Tey skilja illa hini, hugsa øðrvísi og hava ein øðrvísi atburð. Autisma verður roknað sum eitt lívlangt brek, ið ikki kann grøðast. Autisma kann síggjast sum eitt breitt spektrum; ein kann vera meira ella minnið ávirkaður av autismuni. Sosial angist. Sosialfobi er óttin fyri at verða mettur negativt av øðrum. Tað, sum er mest eyðsýnt, er óttin fyri at “dumma seg” og óttin fyri, at onnur skulu døma, kritisera, avvísa ella halda ein fyri gjøldur. Tá ein persónur við sosialfobi er saman við øðrum fólki, kann hann rodna, rista á hondunum og fáa sveittabrot. Hesi ódámligu eyðkenni koma vanliga saman við negativum, sjálvskritiskum tankum og hugsanum um, hvussu nervøsur og “kiksaður” ein sær út. Í sjálvari støðuni er ein sum oftast bert fokuseraður uppá, hvussu ein sær út, reagerar og uppførir seg, og harvið er viðkomandi ikki rættiliga til staðar í støðuni og varnast ikki tað, sum hendir uttanum seg, t.d. tað sum tosað verður um og atferðina hjá øðrum. Sosialfobi førir ofta til sosiala avbyrging og einsemi. Summi, ið eru rakt, uppliva allar sosialar støður sum ógvuliga óttaøsandi, meðan summi bara hava trupulleikar við heilt ávísum støðum, sum t.d. at skula rætta fingurin upp fyri at siga okkurt í skúlatímanum. Sama hvussu álvarsligt tað er, so gevur sosialfobi ógvusligar trupulleikar í mun til dagligar gerðir, virksemi, sosiala samveru og trivnað. Oyggjar í Sameindu Statunum. Størri oyggjar (600 km²+). Tær 28 størstu oyggjarnar í Sameindu Statunum. Sameindu Statirnir hevur tó fleiri smærri oyggjar og hólmar enn tær 28. * Baltimore. Baltimore er størsti býur og handilsmiðdepil í Marylandi í USA. Tað búgva 593 490 fólk í Baltimore í 2019. Hann er týdningarmikil havnabýur.

 Borgarstjóri í 2020 er Bernard C. "Jack" Young (D). Telegrafurin

. Eftir tað, at elektromagnetisman var staðfest í 1820, vórðu skjótt gjørdar royndir at brúka hesa nýggju vitanina at gera uppfinningar at senda boð langa leið. Tólini vórðu nevnd telegrafur, tele = fjar, grafur = skrivari. Amerikamaðurin Samuel Finley Breese Morse (27. apríl 1791 – 2. apríl 1872) gjørdi telegrafin, og hann fekk einkarættin í 1840. Ein telegraf-linja varð løgd ímillum Washington DC og Baltimore, og fyrstu boðini vórðu send ímillum 24. mai í 1844. Boðini vórðu send við morsiteknum, strikum og prikkum. Samuel F. B. Morse hevði sjálvur gjørt hesi teknini. Rasuófriður. Rasuófriður hevur aftur tikið seg upp í Baltimore 27. apríl í 2015. Rasuófriðurin brast á stutt aftaná, at tað gjørdist greitt, at ein hvítur løgreglumaður ikki fór at verða skuldsettur fyri at taka lívið av einum afroamerikanskum manni, Freddie Gray, í býnum. Tað setti sjóneyka á tað høga talið av afroamerikanarum, ið verða dripnir av hvítum løgreglufólkum í Amerika. Tað verður mett, at hvørt ár verða umleið 400 persónar dripnir av løgregluni í USA. Sambært fleiri amerikanskum miðlum hevur guvernørurin í Maryland boðað frá undantaksstøðu av ófriðinum í Baltimore. Baltimore-løgreglan er brostin saman við steinkastandi demonstrantum sum eru í øðini inn á at amerikanski Freddie Gray doyði eftir at hann var tikin av løgregluni. Minst sjey løgreglufólk eru skadd í ófriðinum sum sambært løgregluni er íbirtur av kriminellum bólkum í býnum. Memphis. Memphis er ein býur við Mississippiánna í Vestur-Tennessee. Yvir eitt longri tíðarskeið var Memphis tað fólkaríkasta øki í amerikanska lutstatinum við yvir 650 túsund íbúgvum, men nú er høvuðsstaðarøki Nashville vorðin størri. Mentan. Memphis soul, Memphis blues, gospel og rock’n’roll hevur sín uppruna í Memphis. Tað var tann 8. januar 1935 at Elvis Presley varð borin í heim í fátæka heiminum hjá Vernon- og Gladys Presley – ein lítil smátta við tveimum rúmum - í Tupelo í Mississippi. Hann varð føddur í Mississippi, men flutti seinni til Tennessee at búgva. Mett verður at Elvis Presley hevur selt meira enn eina milliard fløgur, sum er meira enn nakar annar í tónleika søguni. Seinnapartin tann 16. august í 1977 small Elvis Presley um á baðiverilsinum hjá sær í Graceland í Memphis. Klokkan 15.30 lokala tíð váttaði lækni at Elvis Presley var deyður. 42 ára gamal. Eini 80.000 vóru við á jarðarferðini hjá Elvis, tá hann bleiv jarðaður á Forest Hill Cementery, har hann bleiv lagdur í grøvina undir liðini á móður síni. Í oktober sama ár bleiv kistan flutt til Graceland. Í Memphis savnast á hvørjum ári túsundatals fjepparar at minnast Elvis. ISO 3166-1 alfa-2. ISO 3166-1 alpha-2 kotur eru landakotur við tveimum bókstavum, ið eru umrøddar í ISO 3166-1, ið er partur av standardinum ISO 3166 frá International Organization for Standardization (ISO). Koturnar umboða lond, sjálvstýrandi øki og serstøk øki av landafrøðiligum áhuga. Tær eru tær mest nýttu av landakotunum frá ISO (hinar eru alpha-3 og numeric), og verða tær m.a. nýttar til internetdomeni hjá londum og økjum við fáum undantøkum. Koturnar vórðu á fyrsta sinni innførdar sum partur av standardinum ISO 3166 í fyrstu útgávuni í 1974. Nýtsla og applikatiónir. ISO 3166-1 alpha-2 koturnar eru nýttar ymiskum umhvørvum og eru eisini partur av øðrum standardum. Ófullfíggjaðar implementatiónir. Síðan 1985 hava ISO 3166-1 alpha-2 koturnar verið nýttar í Domain Name System sum høvuðsdomeni hjá londum (ccTLDs). Kotutýðingartalva. Talvan niðanfyri er ein lit-kotu týðingar talva við øllum ISO 3166-1 alpha-2 kotunum. "Tú kanst klikkja á selluna fyri at síggja definitiónina fyri hvørja kotu." Reserved code elements===. Reserved code elements are codes which have become obsolete, or are required in order to enable a particular user application of the standard but do not qualify for inclusion in ISO 3166-1. To avoid transitional application problems and to aid users who require specific additional code elements for the functioning of their coding systems, the ISO 3166/MA, when justified, reserves these codes which it undertakes not to use for other than specified purposes during a limited or indeterminate period of time. The reserved alpha-2 codes can be divided into the following four categories: exceptional reservations, transitional reservations, indeterminate reservations, and codes currently agreed not to use. Transitional reservations====. For each deleted alpha-2 code, an entry for the corresponding former country name is included in ISO 3166-3. Each entry is assigned a four-letter alphabetic code, where the first two letters are the deleted alpha-2 code. Codes currently agreed not to use====. WIPO Standard ST.3 actually uses EA, instead of EV, to represent the Eurasian Patent Organization. However, EA was already exceptionally reserved by the ISO 3166/MA to represent Ceuta and Melilla for customs purposes. The ISO 3166/MA proposed in 1995 that EV be used by WIPO to represent the Eurasian Patent Organization; however, this request was not honoured by WIPO. Strikaðar kotur. For each deleted alpha-2 code, an entry for the corresponding former country name is included in ISO 3166-3. Each entry is assigned a four-letter alphabetic code, where the first two letters are the deleted alpha-2 code. Ytstu punkt Svøríkis. Ytstu punkt Svøríkis fevna um teir koordinatar ið eru longst norðuri, suðuri, eysturi og vesturi. Svøríkis len. Svøríkis ríkisfyrisiting er í dag skipað í 21 len (svenskt: län). Ábyrgdarøkini fevna eitt nú um sjúkuviðgerð, dómstólar, almenna ferðslu. Listi yvir Svøríkis län. ! Orðning úr N til S (eftir høvuðssætinum) !style="border: 1px solid grey; border-left: 0px;" | Observera att sjöar är exkluderade i kolumnen yta. Donsk niðurløgd len í núverandi Svøríki. Tað danska länsverkið fevndi fyrr um eitt ávíst tal av stórum lenum og einum hópi av smáum lenum og øðrum umsitingarligum økjum. Trondheims län, har Jämtland og Härjedalen hoyrdu til, hevði t.d. umleið 40 smá len. Tjóðartingsvalið í Stóra Bretlandi 2005. Tjóðartingsvalið í Stóra Bretland 2005 varð holdið 5. mai, tingið varð upployst 11. april 2005. Hildið varð, at valdagurin fór at verða kunngjørdur hin 4. apríl 2005, men eftirsum jarðarferðin hjá pávanum varð kunngjørd sama dag, valdi Tony Blair at bíða til 5. apríl. Valgið snúði seg hesaferð um 646 tingsessir, og ikki 659 sum á valinum 2001, eftirsum tann fyrrverandi yvirumboðan Skotlands varð tikin av eftir at skotska tjóðartingið varð sett á stovn í 1999. Talið av skotskum valdømum minkaði tá frá 72 til 59. Úrslit. 2005 Tjóðartingsvalið í Stóra Bretlandi 2015. Tjóðartingsvalið í Stóra Bretlandi í 2015 varð hildið hin 7. mai 2015. Tinglimir skuldu veljast til tað 56. tjóðartingsval Stóra Bretlands Settlers. Die Siedler von Catan, betur kent sum Settlers í Føroyum, er eitt borðspæl, ið varð útgivið í 1995 av Klaus Teuber í Týsklandi. Í spælinum byggja spælararnir búsetingar á íspunnu oynni Catan. Hesar búsetingarnar geva rávørur, ið kunnu vera brúktar til at byggja vegir, nýggjar búsetingar og býir við umframt at senda riddarar út at verja búsetingarnar. Spælararnir fáa serlig stig fyri hvussu nógvar býir og vegir eru bygdir og fyri longstu vegirnar og størstu hermegi. Tann, ið fyrst røkkur eitt ávíst stigatal hevur vunnið spælið. Samanborið við onnur samtíðar borðspøl hevur Settlers nøkur nýskapandi hugskot, m.a. kunnu spælararnir handla við teirra rávørum. Tað eru fleiri uppíbyggingar komnar út til spælið sum t.d. Settlers Søfarer, Byer og riddere, tvær søguligar uppíbyggingar og ein rúgva av triðjaparts uppíbyggingum. Tað er lætt at útvíðka spælið, tí tað er bygt upp av sekskantum, sum umboða ymiskar rávørur. Hesir sekskantarnir kunnu samansetast í tilvildarlig mynstur, sum geva eina heilt nýggja uppseting fyri hvørt spæl. Av tí at spælið er vorðið so væl umtókt og við hjálp av umtalu í miðlunum er ein heilur Catan alheimur vorðin til. Eitt nú eru kortspøl, terningaspøl og telduspøl útkomin. Ein bakgrundssøga er so líðandi skapt, m.a. við bókini við sama navni frá Rebecca Gablé. New York Stock Exchange. New York Stock Exchange (NYSE) er heimsins størsti keypskáli, liggur á Wall Street í New York. Kursir fyri hvørt vinnufelag, ið er skrásett á børsinum, eru alment tøkir alla tíðina. Børsin vísir eisini indeksir fyri bransjur og marknaðir. Tey kendastu eru Dow Jones og S&P 500. Landslutir Svøríkis. Svøríki er býtt sundur í 25 landslutir (á svenskum nevnt "landskap"). Søgan um landslutirnir gongur heilt aftur í áðrenn-søguliga tíð. Í 1600-talinum gjørdist í staðin lenini (län) megin fyrisitingarliga sundurbýti. Landslutirnir hava tó framvegis eina almenna støðu, ið sæst aftur í almennu skjaldramerkjunum og í hertugatitlunum hjá kongshúsinum. Landslutirnir hava eisini mentanarligan týdning. Landslutir í Svøríki. Vøtn eru ikki íroknað víddina av landslutunum. Colevel/find first/doc. Usage. Find the first item in a list of 50 items. Returns the ordinal number of the first set parameter. If no parameters are set then returns 51. Tretivuárakríggið. Tretivuárakríggið var ein røð av bardøgum í Miðevropa tíðarskeiðið frá 1618 til 1648 og vardi í tretivu ár. Talan var um ein av teimum bardøgum, ið hava vart longst, og ein av teimum mest deyðiligu bardøgunum í evropeiskari søgu. DBU Pokalen. DBU Pokalen (í Danmark eisini nevnt pokalturneringen (steypakappingin) er ein árlig fótbóltskapping, ið Dansk Boldunion fyriskipar. Kappingin verður hildin eftir reglunum um steypakappingar og vinnarin av kappingini er danskur steypavinnari. Kappingin hevur verið fyriskipað hvørt ár síðan 1955 og finalan verður vanliga spæld Kristi Himmalfaradag. Finalurnar í 2006 og 2014 vóru tó spældar dagin fyri Dýra Biðidag. Listi yvir FIFA landakotur. Tað eru í løtuni 209 FIFA limir, ið hava sína egnu serstøku landakotu. Halldór Ásgrímsson. Halldór Ásgrímsson (8. september 1947 - 18. mai 2015) var ein íslendskur politikari. Halldór var forsætisráðharri Íslands frá 2004 til 2006 og formaður Framsóknarflokksins frá 1994 til 2006. Útbúgvingar- og starvsleið. Halldór fekk Háskúlaprógv frá háskúlanum Bifröst og varð grannskoðari í 1970. Seinni las hann handil á háskúlunum í Bergen og Keypmannahavn, og varð undirvísari á Háskúla Íslands frá 1973 til 1975. Politisk starvsleið. Halldór umboðaði eysturlandið á Altingi frá 1974 til 1978, og seinni frá 1979 til 2003, tá hann umboðaði valdømið Reykjavík norður. Hann hevur starvast á nógvum postum í gjøgnum árini og kann harímillum nevnast: Fiskivinnuráðharri frá 1983 til 1991,Dóms- og Kirkjumálaráðharri frá 1988 til 1989, Norðurlendskur samstarvsráðharri frá 1985 til 1987, og aftur frá 1995 til 1999, og Uttanríkisráðharri frá 1995 til 2004. Halldór tók yvir frá Davíði Oddson sum forsætisráðharri tann 15. september 2004. Davíð tók yvir sess Halldórs sum uttanríkisráðharri. Tann 5. juni 2006 boðaði Halldór frá, at eftir vánalig úrslit í íslendska kommunuvalinum, fór hann at siga frá sær forsætisráðharrasessin, og fara frá sum formaður Framsóknarflokksins í august 2006. Geir H. Haarde, uttanríkisráðharri, tók yvir sum forsætismálaráðharri tann 15. juni 2006. Jón Sigurðsson, ferðamála, orku, og vinnumálaráðharri tók yvir sum formaður Framsóknarflokksins eftir Halldór, aftaná val á aðalfundi flokksins í august 2006. Á aðalfundinum endaði Halldór politiski yrkisleið sína, við einari kenslufullari røðu til flokk sín. Halldór fór frá sum tingmaður aftaná aðalfundin. Halldór havði tá sitið í 31 ár á tingi, sum er næst longst av øllum íslendskum tingmonnum. Bjarni Benediktsson eigur metið sum longst sitandi tingmaður. 31. oktober 2006 varð Halldór valdur til aðalskrivara Norðulandaráðsins. Halldór var eisini heiðurslimur í The International Raoul Wallenberg Foundation Deyði. Halldór Ásgrímsson varð fluttur á sjúkrahús í Reykjavík, eftir ein hjartatilburð hann hevði fingið í summarhúsi sínum í Grímsnesi tann 15. mai 2015. Hann andaðist tríggjar dagar seinni á sjúkrahúsi í Reykjavík tann 18. mai 2015. Halldór letur eftir seg konu sína Sigurjónu Sigurðardóttir, læknaskrivara og tríggjar vaksnar døtur: Helgu, Guðrún Lind og Íris Huld, samt barnabørn og barnabarnabørn. Molly Sterling. Molly Sterling (fødd 8. mars 1998) er ein írsk songkvinna. Hon er kend fyri at umboða Írland í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Playing with Numbers". Lucky Luke. Lucky Luke er teknirøð, sum fransktmælti belgiarin Morris (Aldus Maurice de Bévère) fyrstu ferð gjørdi í 1946. Morris dámdi best at tekna, men hann skrivaði eisini tær fyrstu søgurnar um Lucky Luke. Frá 1955 til sín deyða í 1977 skrivaði René Goscinny søgurnar, og søgurnar um Lucky Luke frá hesum tíðarskeiði verða roknaðar at vera millum tær bestu yvirhøvur innan teknirøðir. Eftir deyða Goscinnys hevur ein rúgva av rithøvundum verið við til at skriva søgurnar. Morris teknaði Lucky Luke til sín deyða í 2001, tey seinastu árini hevði hann fleiri hjálparfólk. Eftir Morris tók Achdé (Hervé Darmenton) við sum teknari. Søgurnar eru gjørdar til teknifilm, og nakrir fáir leikfilmar eru eisini gjørdir um Lucky Luke. Rithøvundar og teknarar. Her er eitt yvirlit yvir allar rithøvundarnar og teknararnar, sum hava fingist við Lucky Luke. Søgurnar. Her eru tvey yvirlit yvir Lucky Luke-søgurnar. Fyrst allar søgurnar við heiti á frummálinum fronskum og yvirlit yvir skandinavisk heiti og útgávur, og síðani eitt yvirlit yvir tær søgurnar, sum eru útgivnar á íslendskum. Nummarið í fyrstu súlu er kronologiska raðtalið á søguni eftir 1. útgávudegi; søgurnar eru givnar út í ymiskum albummum og bókum, sum hava onnur og ymisk nummur og eisini eru ymisk í teimum ymisku londunum. (T.d. hevur franskt album 1 søgu 2 og 4, danskt og svenskt album 1 hava søgu 51, norskt album 1 hevur søgu 35, og íslendskt album 1 hevur søgu 75). Nakrar fáar av søgunum standa ikki heilt í kronologiskari raðfylgju, hetta er tí at upplýsingarnar um albumm- og bókaútgávurnar vera einfaldari tá. Í hesum førum er nummarið skrivað við reyðum. Søgurnar á skandinaviskum. Summar søgur hava havt ymisk nøvn frá ymiskum útgevarum; fyri donsku útgávurnar er roynt at fáa bæði nøvnini við. Er meir enn ein søga í einum albummi, er bæði navn á søgum og albummi við; hetta er altíð galdandi fyri donsku útgávuna og í tann mun, upplýsingarnar eru funnar fyri norsku, svensku og íslendsku útgávurnar. Frá 2003 til 2008 komu allar táverandi søgurnar út í kronologiskari raðfylgju í eini bókarøð á øllum trimum skandinavisku málunum. Bókarøðin varð samprentað og hevði somu útsjónd og heiti; tað er hon, sum víst verður til í súluni longst til høgru. Søgurnar á íslendskum. Morris hevur teknað allar søgurnar, sum eru útgivnar á íslendskum. Il Volo. Il Volo er ein italsk operapopp trio, við sangarunum: tenorarnir Piero Barone og Ignazio Boschetto, og baritonsangarin Gianluca Ginoble. Teir vunnu Sanremo Music Festival 2015, og umboðaðu tí Italia í Eurovision Song Contest 2015 í Wien, Eysturríki, har tei blivi nummar trý við 292 stigum. Svimjing á Summar-OL. Svimjing hevur verið ein av ítróttagreinunum á øllum Summar-OL í nýggjari tíð. Kvinnurnar hava luttikið síðan 1912. Saman við track & field frælsum ítrótti og fimleiki er svimjing ein av teimum best umtóktu ítróttagreinunum á Olympisku leikunum millum hyggjarar, og harafturat hevur svimjing tað næsthægsta tali av kappingum (næst eftir Frælsum ítrótti). Tjóðir. * Eurovision Song Contest 2016. Eurovision Song Contest 2016 er tann 61. árliga evropeiska sangkappingin, sum á enskum nevnist Eurovision Song Contest, í Føroyum eisini kent sum Melodi Grand Prix. Kappingin verður hildin í Svøríki, eftir at Måns Zelmerlöw vann 2015 kappingina við sanginum "Heroes". Fyrra hálvfinala. 18 lond luttóku í fyrru hálvfinaluni. Svøríki, Frakland og Spania høvdu valrætt í hesi hálvfinaluni. Lond, ið komu víðari til finaluna, verða víst við appelsingulum. Seinni hálvfinala. 18 lond luttaka í seinni hálvfinaluni. Týskland, Italia og Stóra Bretland hava valrætt í hesi hálvfinaluni. FM í svimjing 2015. FøroyaMeistarastevnan 2015 (FM 2015) og FøroyaJuniorMeistarastevnan 2015 (FJM 2015) vóru hildnar í svimjihøllini í Gundadali í Havn frá 14. til 17. mai 2015. Tá ið hugt verður eftir heiðursmerkjabýtinum fyri feløgini, so vann Susvim kappingina hjá teimum vaksnu við 24 gull, 7 silvur og 6 bronsuheiðursmerkjum, Ægir gjørdist nummar tvey við 11 gull, 9 silvur og 8 bronsuheiðursmerkjum og Havnar Svimjifelag gjørdist nummar trý við 7 gull, 26 silvur og 23 bronsuheiðursmerkjum. í FJM 2015 var tað Havnar Svimjifelag ið vann við 18 gull, 20 silvur og 20 bronsuheiðursmerkjum, Susvim gjørdist nummar tvey við 12 gull, 10 silvur og 10 bronsuheiðursmerkjum og Ægir gjørdist nummar trý við 9 gull, 5 silvur og 2 bronsuheiðursmerkjum. Ársins svimjarar og Ársins stjørnuskot og Besta avrik. Sum nakað nýtt so varð dómarapanelið í ár víðkað frá at vera høvuðsvenjarar í føroysku svimjifeløgunum, til eisini at umfata eina atkvøðu frá svimjarunum í hvørjum felag, og frá miðlunum sum vóru til staðar. Rannvá Kunoy. Rannvá Kunoy (fødd 1975) er ein føroysk listakvinna úr Tórshavn, hon er listamálari og arbeiðir eisini við steinprenti. Hon nam sær listarliga útbúgving á Royal College of Art, London í 2001, har hon hevur búð síðan. Í 2015 keypti Saatchy Gallery fimm málningar frá Rannvá Kunoy. Í 2004 fekk Rannvá 3 ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins. Svøríki í Eurovision Song Contest. Svøríki hevur luttikið í Eurovision Song Contest 55 ferðir, síðani landið luttók á fyrsta sinni í 1958. Svøríki hevur verið við hvørt ár uttan í 1956, 1957, 1964, 1970 og 1976. Síðani 1959 hevur svenski sangurin verið valdur í gjøgnum eina svenska sjónvarpssangkapping, sum síðani 1967 er kend sum Melodifestivalen. Svøríki er eitt av londunum við besta úrslitinum yvirhøvur í kappingini, og hevur vunnið 6 ferðir, í 1974, 1984, 1991, 1999, 2012 og 2015. Fyrsta íkastið til kappingina var Alice Babs í 1958, ið endaði á fjórða plássi. Hetta var besta støða teirra til 1966, tá Lill Lindfors og Svante Thuresson endaðu á øðrum plássi. Fyrsti sigur Svøríkis í Eurovision var í 1974, tá ABBA vann við sanginum "Waterloo". Eftir sigurin í Brighton, Onglandi, gjørdist bólkurin heimskendur og ein av bestseljandi poppbólkum í heiminum. Í 1980-árunum endaði Svøríki tríggjar ferðir í topp-3. Carola endaði á triðja plássi í 1983, The Herreys vann annan sigur Svøríkis í 1984 við sanginum "Diggi-Loo Diggi-Ley", og Kikki Danielsson endaði somuleiðis á triðja plássi í 1985. Carola vendi aftur í Eurovision í 1991 har hon vann triðja sigur Svøríkis við sanginum "Fångad af en stormvind". Tá atkvøðurnar høvdu verið upptaldar, høvdu Svøríki og Frakland líka nógv stig, men Svøríki vann, tí landið hevði fingið fleiri 12-stig enn Frakland. Svøríki vann so aftur í 1999, tá Charlotte Nilsson vann fjórða sigur landsins við sanginum "Take Me to Your Heaven". 1990-árini góvu eisini tvey triðja pláss. Jan Johansen endaði á triðja plássi í 1995, og somuleiði One More Time í 1996. Í 2000-árunum varð besta úrslit Svøríkis eitt fimta pláss, sum landið rakk 4 ferðir; Í 2001, 2003, 2004 og í 2006 við Carolu, sum varð fyrsti svenski artisturin at enda tríggjar ferðir í topp-5. Vegna stóran áhuga fyri Eurovision hevði kappingin verið broytt og fevndi nú um 2 hálvfinalur og eina endaliga finalu. Anna Bergendahl var fyrsti svenski artisturin, ið ikki náddi inn í finaluna. Hetta var í 2010, tá hon endaði á 11. plássi við bert 5 stigum ov stutt til at koma víðari. Síðani 2011 hevur landið tó verið sera væl móttikið. Eric Saade endaði á triðja plássi í 2011 við sanginum "Popular". Loreen vann fimta sigur Svøríkis í 2012 við "Euphoria". Hesin sigurin gjørdi Svøríki til eitt av tveimur londum, saman við Stóra Bretlandi, at hava vunnið kappingina í 4 ymiskum ártíggjum. Í 2013 endaði Svøríki á 14. plássi í finaluni, men reisti seg uppaftur árið eftir í 2014, tá landið endaði fyri 21. ferð í topp 5. Tað var við Sannu Nielsen og sanginum "Undo", ið endaði á einum triðja plássi. Í 2015 vann Svøríki sín sætta sigur við Måns Zelmerlöw og sanginum "Heroes". Svøríki er enn einasta land í Eurovision, ið hevur fingið meir enn 300 stig tvær ferðir. Svøríki hevur hildið Eurovision Song Contest fimm ferðir og er einasta land, ið hevur hildið kappingina í fimm ymiskum ártíggjum. Tvær ferðir í Stokkhólmi (1975 og 2000), tvær ferðir í Malmö (1992 og 2013) og eina ferð í Göteborg (1985). Svøríki var eitt av 5 londum, ið fyrst nýttu telefonatkvøður í 1997. Svøríki á Summar-OL 2012. Svøríki kappaðist á Summar-OL 2012 í London, frá 25. juli til 12. august 2012. Tann Svenska Olympiska Nevndin (, "SOK") sendi tilsamans 134 ítróttafólk til leikirnir, 55 menn og 79 kvinnur, at kappast innan 20 ítróttagreinir. Fólkatingsvalið 2015. Fólkatingsvalið 2015, ið var tað 68., varð hildið hin 18. juni 2015 í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Tað vórðu valdir 175 tinglimir úr Danmark, tveir úr Føroyum og tveir úr Grønlandi. Fólkatingsvalið í Føroyum. Í Føroyum gjørdist fólkatingsvalið sera spennandi og heilt annarleiðis, enn veljarakanningar høvdu víst undan valinum. Allar kanningar vístu, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru at fáa síni umboað afturvald, og eftir at 45 valstøð vóru tald upp, bendi fyribils úrslitið á, at listi B og C fingu síni umboð afturvald, og Kringvarpið ynskti enntá Edmundi Joensen tillukku við sessinum, áðrenn úrslitini úr Havnini komu. Men Havnin broytti alt. Tá ið avtornaði gjørdist Tjóðveldi størsti flokkur við 5730 atkvøðum, Javnaðarflokkurin gjørdist næststørstur við 5666 atkvøðum, Sambandsflokkurin gjørdist triðstørstur við 5500 atkvøðum og Fólkaflokkurin gjørdist fjórðstørstur við 4368 atkvøðum. Fyri Tjóðveldi var formaðurin, Høgni Hoydal, valdur við 1477 atkvøðum, fyri Javnaðarflokkin var Sjúrður Skaale valdur við 2495 atkvøðum. Úrslit. Fyri Danmark fekk “Reyði” blokkur (A+B+F+Ø+Å) 85 sessir og “Blái” blokkur fekk (V+O+I+C+K) 90 sessir. Sjálvt um allir teir fýra sessirnir úr Føroyum og Grønlandi høvdu farið til Reyða-blokk, so hevði tað bert givið 89 sessir, sum er ein sessur aftanfyri Bláa-blokkin. Í Føroyum vunnu Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin teir báðir føroysku sessirnir, Høgni Hoydal fekk flestar atkvøður á tjóðveldislistanum, og Sjúrður Skaale fekk flestar á javnaðarlistanum. Fram til løgtingsvalið 2015 verður tað tó varamaður Høgna Hoydal, ið kemur at røkja fólkatingssessin. Magni fekk 1082 persónligar atkvøður, Høgni Hoydal fekk 1477. Eftirspæl. Í Danmark gjørdist danski Javnaðarflokkurin (Socialdemokraterne) størsti flokkur við 47 tingsessum, men hinir flokkarnir í Reyða-blokki gingu nógv aftur og tilsamans so taptu teir valið. Forkvinnan í Socialdemokraterne tók avleiðingina beint eftir, at valúrslitið var alment, og kunngjørdi, at hon hon legði frá sær sum forkvinna. Í Føroyum fekk Sambandsflokkurin óvæntað eitt sera vánaligt val. Í øllum veljarakanningum, ið vóru gjørdar undan valinum, stóð flokkurin til at fáa tann fyrstvalda sessin. Men tá ið avtornaði bleiv flokkurin yvirhálaður av bæði Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum. Harvið misti Edmund Joensen sessin á Fólkatingi, sjálvt um hann setti persónligt met í atkvøðutali, hann fekk 2415, ið var næstflest av øllum. Tað var serliga í Havn, at Sambandsflokkurin fekk eitt vánaligt val, har gekk hann aftur við 10,1%. Sambandsflokkurin hevði bara eitt valevni úr Suðurstremoy, tað var løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen. Hann misti knappar 1100 persónligar atkvøður á hesum valinum í mun til fólkatingsvalið 2011. Hesaferð fekk hann 462 atkvøður, ið ikki rakk til topp-10. Kaj Leo Johannesen segði í samrøðu við Kringvarpið, at um hann hevði kunna gjørt tað umaftur, so hevði hann havt fleiri valevni úr Havnini. Hann helt ikki, at talan var um eitt misálit á hann, at flokkurin og hann persónliga gingu so nógv aftur. Hann segði, at tað kostaði at sita við valdið. Hann ætlaði ikki at taka avleiðingarnar og leggja frá sær sum formaður, segði hann, tað hevði verið at yvirdramatisera tað heila. Fyrsta drotningaumfar. Dagin eftir valið hin 19. juni kl. 14 innkallaði drotningin til drotningaumfar. Lars Løkke Rasmussen varð útnevndur sum kongaligur kanningarleiðari við mandati til at samráðast um eina fleirtalsstjórn við flokkunum Venstre, Dansk Folkeparti, Det Konservative Folkeparti og Liberal Alliance. Søndag eftermiddag d. 21. juni meddelte Lars Løkke "at det ikke lader sig gøre at etablere en flertalsregering." Annað drotningaumfar. 22. juni 2015 kl. 10.00 byrjaði eitt nýtt drotningaumfar. Lars Løkke Rasmussen har 21. juni 2015 sen aften opgivet at fuldføre opgaven som kongelig undersøger på det foreliggende kommisorium. Ein meiriluti av flokkunum í Fólkatinginum peikaðu aftur á Lars Løkke Rasmussen sum kongaligur kanningarleiðari. Lars Løkke Rasmussen kunngjørdi hin 26. juni 2015, at hann væntaði, at kunna seta eina reina Vinstra-stjørn sunnudagin 28. juni 2015. EM í svimjing á stuttgeil. Evropsmeistaraskapurin í stuttgeilsvimjing er ein kapping, ið LEN fyriskipar hvørt ár. Kappingarnar fara fram í 25-metra longum svimjihyli. Kappingin verður vanliga hildin fyrst í desember. Føroyar luttaka undir egnum navni og vunnu fyrsta heiðursmerkið, ið var eitt silvurheiðursmerki, í desember 2013, tá ið Pál Joensen gjørdist nummar tvey í 1500 metrum frí. Tað árið var tað Danmark, ið var vertur fyri kappingini. Listi yvir IOC landakotur. Altjóða Olympiska Nevndin (International Olympic Committee IOC) nýtir landakotur við trimum bókstavum fyri at vísa til hvønn einstakan bólk av ítróttafólki ið luttekur í Olympisku Leikunum. Núverandi NOC-kotur. Tað eru í løtuni 205 galdandi NOC-kotur (National Olympic Committee) innan Olympisku Rørsluna (Olympic Movement). Talvurnar niðanfyri vísa koturnar ið verða nýttar í løtuni fyri hvørja tjóð (NOC) umframt allar kotur ið fyrr hava verið nýttar. Kotur ið serstakliga bert verða nýttar til Summarleikirnir ella bert til Vetrarleikirnar í sama ári, verða frámerktar við "S" og "W". Maersk Line. Maersk Line er eitt danskt bingjureiðarí við høvuðssæti í Keypmannahavn. Danska samtakið (konsortium) A.P. Møller - Mærsk eigur 100 % av partapeninginum, og felagið er heimsins størsta innan flutgning av ISO-bingjum. Reiðaríið ræður yvir meir enn 600 skipum við einum samlaðum kapasiteti, sum er 1 900 000 TEU (Twenty-foot Equivalent Units). Í juli 2011 átti Maersk Line 198 skip. Nógvir føroyingar hava siglt og sigla enn við Mærsk skipunum hjá A. P. Møller. 1920 – 1970. Í 1920'unum fór Arnold Peter Møller at kanna møguleikarnar fyri at stovna regluliga rutu við farmaskipum, tí hann metti ikki, at sokallaði trampfarturin, har man sigldi við farmi sum best bar til, hevði nakra framtíð fyri sær. Fyrsta avtalan varð gjørd við Ford Motor Company, og tann 12. juli 1928 fór S Leise Maersk úr Baltimore á sína fyrstu ferð frá amerikansku eysturstrondini via Panamakanalina til Fjareystur og aftur. Lastin var samansett av billutum frá Ford og øðrum stykkjagóðsi. Tá Seinni heimsbardagi var av, var flotin av virkisførum skipum betýðuligt minkaður, tí reiðaríið hevði mist nógv skip av krígsávum, og onnur skip vóru niðurslitin, tí stríðandi partarnir høvdu brúkt tey til krígsendamál. A.P. Møller umskipaði Maersk Line, tí hann vildi skjótt í gongd aftur við siglingina fyri ikki at missa marknaðarpartar til kappinganeytarnar. Skipið Chastine Mærsk tók uppaftur mánaðarligu ruturnar hjá reiðarínum á tí sokallaðu "Panama-linjuni" eftir kríggið, tá hon tann 16. marts 1946 stevndi út frá New York við kós móti Manila og Shanghai. Fyrst í 1950'unum víðkaði felagið virksemið sítt við rutum til Japan, Tailand, India, Indonesia og Hongkong, eins og fleiri skip vórðu sett í rutur, sum gingu "jørðina runt". Í 1958 komu vesturafrikanskar havnir við á rutukortið við sambandi til havnir í Japan og á amerikansku eysturstrondini. Í 1968 fór Maersk undir eitt samstarv við japanska reiðaríið Kawasaki Line um rutu millum Antwerpen í Belgia og havnir í Fjareystri eina ferð um vikuna. Bingjuflutningur byrjar. Tann fyrsta bingjan (konteynarin) varð flutt sjóvegis í 1956, tá amerikanska felagið Sea-Land Service flutti fleiri bingjur frá Port Newark í New Jersey til Houston við skipinum Ideal X. 10 ár seinni gjøgnumførdi Sea-Land tann fyrsta altjóða sjóflutningin við bingjum nakrantíð. Í 1973 fór Maersk Line málrættað at leggja dent á bingjuflutning, tá ein deild, nevnd "Maersk Container Line", varð stovnað. Henda deild skuldi byggja upp eina skipan, ið skuldi røkja nýggja virkisøkið hjá reiðarínum og fyrireika komuna av 9 bíløgdum bingjuskipum, ið skuldu latast í 1975 og 1976. Sama ár fekk reiðaríið eyðkendu sjeytentu stjørnuna hjá Mærsk sum búmerki (logo), og hetta hevur verið búmerkið síðan. Hetta var tá størsta einstaka íløgan, ið A.P. Møller hevði gjørt, og var hon yvir 2 milliardir danskar krónur fyri skip, bingjur, útbygging av flutningsterminalum og marknaðarføring. Tá høvdu størstu kappingarneytarnir longu flutt bingjur sjóvegis í fleiri ár. Adrian Mærsk bleiv fysta bingjuskipið í flotanum hjá Maersk Line. Tað hevði ein kapasitet uppá 1 400 TEU og fór jomfrúferð sína tann 5. september 1975 frá Port Newark. Skipið skifti navn fleiri ferðir, og eftir 31 ára drift í ljósabláu mærsklitunum bleiv tað í 2006 selt undir navninum Maersk Alaska. Havnarterminalar. Bingjuskipini vóru eitt nýtt skipaslag, og hetta kravdi umfatandi broytingar av atløguviðurskiftunum í havnunum fyri at kunna innskipa og avskipa bingjurnar, ið skjótt gjørdust vælumtóktar í sjóvegis vøruflutningi. Í fyrstuni leigaði Maersk Line ein part av einum verandi kaiøki, har felagið oftast hevði einarætt til økið, har tað sjálvt bygdi sín egna havnarterminal við serligum bingjukranum, innandura og uttandura økjum til goymslu og haraftrat skrivstovuhølum. Virksemið hjá reiðarínum í havnadrift bleiv leypandi víðkað og kom við tíðini til at umfata bæði fullan og partvísan ognarskap í havnarterminalum. Í 2001 bleiv alt havnavirksemið hjá A.P. Møller – Mærsk savnað í sjálvstøðuga felagið APM Terminals. Í 2011 hevði felagið virksemi í 61 havnum ella terminalum í 33 londum, og 24 000 starvsfólk í 63 londum. Uppkeyp. Maersk Line hevur gjørnum árini uppkeypt fleiri kappingarneytar við sokallaðum 'stórkeypum'. Í 1993 tók Maersk yvir alt reiðaravirksemið í danska Østasiatiske Kompagni (ØK). Í samband við yvirtøkuna av skipunum, rutunum, bingjunum og nógvu starvsfólkunum hjá ØK segði Mærsk Mc-Kinney Møller: "Jeg er trist og ked af, at ØK må opgive sine historiske søfartsaktiviteter, men jeg håber vores beslutning er positiv i national forstand." Hetta fór fram, meðan ØK var í stórum fíggjarligum trupulleikum, og ognarskapurin kundi farið á útlendskar hendur. Í juli 1999 kunngjørdi amerikanska felagið CSX Corporation ætlan sína at selja útlendska virksemið hjá reiðarínum Sea-Lands og tilhoyrandi skip og hartil nýtslurættin til navnið "Sea-Land" til Maersk Line. Sølan bleiv gjøgnumførd í desember 1999, og reiðaríið skifti hareftir navn til "Maersk Sealand". Hetta navnið bleiv í 2006 havnað og skift aftur til núverandi navn. Once Upon a Time in New York City. "Once Upon a Time in New York City" ("Einaferð var tað í New York býi"; danskt heiti: "I et eventyr i New York City") er sangurin, sum verður sungin í innganginum í Disney-teknifilminum "Oliver & Company" frá 1988. Barry Mann og Howard Ashman skrivaðu sangin og Huey Lewis sang. Oliver & Company. "Oliver & Company" er ein amerikanskur teknifilmur frá 1988, sum er gjørdur við íblástri frá "Oliver Twist" hjá Charles Dickens. Filmurin snýr seg um eina unga kettu og nakrar hundar, sum hon møtir. Filmurin varð fyrstu ferð útgivin í 1996 á VHS-bandi í USA. Í 2002 varð hann útgivin á DVD og aftur í 2009. Listi yvir forsetar í FIFA. Listi yvir forsetar í heimsfótbóltssambandinum FIFA. FIFA hevur havt átta forsetar síðan stovnanina í 1904. Leivur Øssursson. Leivur Øssursson eisini nevndur Leif Øssursson (føddur uml. 980 - deyður fyri 1047) var sonur Øssur Havgrímsson, ið doyði sum 23 ára gamal í 983. Tað er óvist hvar og nær Leivur varð føddur; antin í Gøtu, har pápi hansara búði hjá Tróndi í Gøtu, í Hovi, har pápi hansara fekk garðin hjá Havgrími, ella í Skúvoy. Hann gifti seg við Tóru Sigmundsdóttir, dóttir Sigmund Brestisson og Turið Torkilsdóttir. "Leifs kvæði" sigur frá, at Tóra bert vildi gerast kona hansara, um hann hevndi deyða faðirs hennara. Flogbóltur á Oyggjaleikunum 2011. Flogbóltur á Oyggjaleikum 2011 var hildin frá 26. juni til 1. juli 2011 á Fairway Sports Complex og Rew Valley Sports Centre. Evropeisku leikirnir. Evropeisku leikirnir er ein altjóða fleiríttróttastevna fyri ítróttafólk úr øllum Evropa, ið eftir ætlan skal haldast fyri fyrstu ferð á sumri 2015. Leikirnir eru upprættaðir eftir hugskoti frá og skulu stjórnast av Evropeisku Olympisku Nevndunum (European Olympic Committees - EOC), ið kunngjørdi leikirnir á teirra 41. aðalfundi í Rom hin 8. desember 2012. Evropeisku leikirnir 2015, ið verða teir fystu leikirnir, verða hildnir í Baku, Aserbadsjan, í juni 2015 og síðan fjórða hvørt ár. Tjúgu ítróttagreinir eru higartil váttaðar til 2015 leikirnir, eftir væleydnaðar samráðingar við evropeisku myndugleikarnar fyri svimjing, fimleik og frælsan ítrótt. Føroyar sleppa ikki at luttaka undir egnum flaggi til Evropeisku leikirnir og sleppa í løtuni bert at luttaka innan svimjing fyri ung undir LEN flagginum, men annars vera svimjararnir í LEN-høpi skrásettir sum Føroyar. Fimm ungir føroyskir svimjarar sleppa at luttaka á fyrstu Evropeisku leikunum, tey eru: Marius Ihlen Gardshodn, Ásbjørg Hjelm, Signhild Joensen, Maria Bjarnastein Antoft og Lív Erlingsdóttir Eidesgaard. Ítróttagreinar. Kappingar verða hildnar í hesam ítróttagreinum á teimum fyrstu Evropeisku leikunum í Baku í 2015. Birth date and age/doc. The and templates will return a person’s date of birth and optionally his/her age. They have the shortcuts and, respectively. Using this template rather than simply inserting the date into articles allows for the inclusion of hidden metadata about the date. This metadata can be used by web browsers and other software tools to extract the details, and display them using some other website or mapping tool, index or search them. To display the birth date only. Do not use with non-Gregorian dates because the resulting hCard hidden date will be false. To display a birth date with calculated age. This form is only intended for living persons. For dead persons, use. In the rare case that a living person's birth date is given in a non-Gregorian calendar this template should not be used. The parameter names 'year', 'month', and 'day' can be used instead of the first, second, and third parameters for 'Birth date and age' only. These parameter names are not available for the 'Birth date' template. "month first" (mf) and "day first" (df) options. The df (day first) and mf (month first) parameters indicate the intended date format to display. The appropriate parameter should be set to "y" or "yes" e.g. df=yes or mf=y. The default output of this template is to display the month before the day. This default may not be appropriate for articles about people from parts of the world where the day precedes the month in a date. In such articles the parameter, "df", should be set to display the day before the month. The parameter "mf", while not actually used by the template, will indicate that month first format is intended. Using these parameters can assist bots or other automated processing to detect which date format is intended; leaving the format as default may lead an editor or bot to change the format to an unintended value. Do not specify both "df" and "mf" parameters in the same use of the template, as these formats are mutually exclusive. hCard microformat. Note: For the "foundation", "built" and similar set-up dates of companies, buildings etc, use (this will work for year-only or month-year dates). For further information, visit the microformats project. Notes. When only the year of a person's birth and/or death are known, or if it is desired not to state a person's full dates of birth and death for privacy reasons, use the templates and instead. Error tracking. Some kinds of invalid input are tracked in. Jens L. Thomsen. Jens L. Thomsen (f. 1980) er ein føroyskur tónleikari, prodjúsari og ljóðblandari. Lívsleið innan tónleik. Jens er stovnari og leiðari av eksperimenterandi og innovativu tónleikaverkætlanini ORKA, ið m.a. er kend fyri heimagjørd ljóðføri og eitt serstakt sound. Í 2006 gjørdi Jens seg lidnan við sín BA við Honours í Music Technology á Thames Valley University í London. Frá 2006 til 2008 starvaðist hann sum upptøkutøkningur (engineer) í Kensaltown Recording Studios, London. Jens hevur smíðað tónleik fyri teatur, t.d. Det Færøsche Compagnie, eins og soundtracks til ymiskar virðislønarvinnandi stuttfilmar hjá Marionnu Mørkøre & Rannvu Káradóttur og Heiðriki á Heygum. Í 2010 og 2011 smíðaði og framførdi hann tónleik til mótasýningar hjá klædnasniðgevanum Barbara í Gongini á Copenhagen Fashion Week. Umframt at hava túrað í Evropa og Norðuramerika við ymiskum listafólkum, er Jens krediteraður á yvir tredivu plátuútgávum, ið m.a. fevna um útgávur hjá ORKA, Eivør Pálsdóttur, Marthu Wainwright og Travis. Jens vann í 2001 Prix Føroyar kappingina við bólkinum Clickhaze, móttók Student Achievement Award 2006 á Thames Valley University, var tilnevndur Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins 2009, og vann fyrstu virðisløn á Liet International 2010. Lars Løkke Rasmussen. Lars Løkke Rasmussen (føddur 15. mai 1964 í Vejle) er ein danskur politikari, ið síðan 28. juni 2015 hevur verið forsætisráðharri Danmarkar. Hann var eisini forsætisráðharri frá 5. apríl 2009 til 3. oktober 2011. Síðan 17. mai 2009 hevur hann verið formaður fyri flokkin Venstre. Løkke Rasmussen var Innanríkis- og heilsumálaráðharri í stjórnunum Anders Fogh Rasmussen I (27. november 2001 – 18. februar 2005) og Anders Fogh Rasmussen II (18. februar 2005 – 23. november 2007). Hin 23. november 2007 varð Løkke Rasmussen útnevndur til fíggjarmálaráðharra í triðju stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen. Hin 5. apríl 2009 gjørdist hann forsætisráðharri, eftir at Anders Fogh Rasmussen var blivin útnevndur til aðalskrivara fyri NATO. Løkke Rasmussen hevur verið limur í Fólkatinginum síðan 21. september 1994. Frá 1998 til 2001 var hann harumframt amtsborgarstjóri í Frederiksborg Amt. Sjálvt um hann eins og báðir undangongumenn hansara Anders Fogh Rasmussen og Poul Nyrup Rasmussen eitur Rasmussen til eftirnavn, so er hann ikki í ætt við hvørgan teirra. Bakgrund. Lars Løkke Rasmussen varð føddur í Vejle, hann er sonur Jeppe Løkke Rasmussen og Lise Løkke Rasmussen. Familjan Løkke Rasmussen flutti til Græsted í 1971. Hann gjørdist studentur frá Helsinge Gymnasium í 1983 og cand.jur. frá Københavns Universitet í 1992. Frá 1990 til 1995 starvaðist hann sum sjálvstøðugur konsulentur. Síðan 1989 hevur hann verið giftur við føroysku Sólrun Løkke Rasmussen, ið er lærari og politikari. Tey eiga trý børn, sonurin Bergur Løkke Rasmussen hevur síðan 2013 sitið í Hovedstadens regionsråd fyri Venstre. Familjan hevur fyrr búð í Græsted, men síðan 2012 hava Lars Løkke og Sólrun búð í einari íbúð í Nyhavn mitt í Keypmannahavn. Stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen I. Stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen var Danmarkar stjórn frá 5. apríl 2009 til 3. oktober 2011 við ráðharrum úr Venstre og Det Konservative Folkeparti. Nýggja stjórnin tók við hin 5. apríl 2009 sum framhald av Triðju stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen. Lars Løkke Rasmussen, ið var fíggjarmálaráðharri til tá, tók við starvinum sum forsætisráðharri, tí at Anders Fogh Rasmussen hin 4. apríl hevði fingið starvið sum 15. NATO aðalskrivari. Lars Løkke hevði verið næstformaður í Venstre síðan 1998 og ráðharri síðan 2001. Listi yvir ráðharrar og starvsøki. Summi tíðarskeið í talvuni niðanfyri byrja áðrenn apríl 2009, tí at ráðharrarnir vóru eisini í Fyrstu stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen, II og III. Astekar. Aztekarnir vóru eitt mesoamerikanskt fólk úr Miðmexico við ríkari gudalæru og mentanararvi. Á nahuatl, ið er tað upprunaliga málið hjá astekum, merkir orðið "astekur" "ein ið kemur frá Astlán". Astekarnir nevndu seg sjálvar sum "mexika", (útalast [mesjíka]) sum er upprunin til navnið "Meksiko". Nútíðarnýtslan av navninum astekar sum eitt felagsheiti ið fevndi um øll tey fólkasløg ið við handli, siðum, átrúnaði og máli høvdu samband við mexica-fólkið, varð skotið upp av Alexander von Humboldt. EM í svimjing á stuttgeil 2012. EM í svimjing á stuttgeil 2012 varð hildið í Chartres, Frakland, frá 22. november til 25. november 2012. Stevnan vardi í fýra dagar við innleiðandi riðlum, hálvfinalum og finalum á 50 m og 100 m kappingum og innleiðandi og finalur fyri allar aðrar kappingar við uttan 800 m frí hjá kvinnum og 1500 m frí hjá monnum, ið verða kosin vinnarar útfrá innleiðandi umførunum. Innleiðandi umførini vóru svomin um morgunin, við hálvfinalum finalum og skjótastu riðlar í langteina frísvimjingini um kvøldið. Hvørt land fekk loyvi til at hava fýra svimjarar við í einstaklingakappingum, men bert tveir teir skjótastu fingu møguleikan at fara víðari til hálvfinalu og/ella finalu. Kappingar hjá monnum. Legend: WR - Heimsmet; WBT - Heimsins besta tíð (World best time); ER - Evropeiskt met; NR - National record; CR - Meistaraskapsmet (Championship records) Kappingar hjá kvinnunum. Frágreiðing: WR - Heimsmet; WBT - Heimsins besta tíð; ER - Evropeiskt met; NR - Landsmet (National Record); CR - Meistaraskapsmet HM í fótbólti 2006. HM í fótbólti 2006 (almenna enska heiti: 2006 FIFA World Cup) fór fram í Týsklandi frá 9. juni – 9. juli 2006. Meistaraskapurin var tað 18. HM-endaspælið gjøgnum tíðirnar. Heimsmeistari gjørdist Italia, ið vann á Fraklandi í finaluni. Endaliga støðan. Øll 32 lið eru plaseraði eftir kriterium, ið verða nýtt av FIFA. Millumtjóða eindarskipanin. Millumtjóða eindarskipanin, franskt "Système International d'Unités", stytt SI, er tann mátieindarskipanin, sum verður brúkt í nærum øllum londum í heiminum. SI-skipanin er frá 1960 og byggir á meturskipanina frá Meturkonvensjónini frá 20. mai 1875, sum hevur verið ásett við lóg í Norðurlondum síðani aldarskiftið 1900. Síðani 1875 hava stovnarnir "Conférence générale des poids et mesures" (CGPM, luttakarar úr øllum limalondum, avgerðarrætt), "Comité international des poids et mesures" (CIPM, 18 valdir mátifrøðingar úr 18 londum, ráðgevar) og "Bureau international des poids et mesures" (BIPM, tænastustovnur) umsitið meturskipanina og seinni SI. Útbreiðsla. Í danska ríkinum varð meturskipanin samtykt við lóg nr. 124 tann 4. mai 1907 og bleiv tann einasta lógliga 1. apríl 1916. Áðrenn tað høvdu fleiri onnur lond í Evropa samtykt skipanina, Noreg við lóg longu 22. mai 1875 við gildi frá 1. juli 1882, Svøríki við lóg 22. november 1878 við gildi frá 1. januar 1889, og Finland við lóg 16. juli 1886 við gildi frá 1. januar 1892. Á myndini omanfyri til høgru sæst, nær ymisku londini hava tikið við meturskipanini ella SI sum høvuðsmátiskipan. Í Evropa er Bretland tað landið, har mest striltið hevur verið at fáa fólk at brúka SI-eindir. Men 1. januar 2010 kom EU-direktiv 80/181/EEC í gildi, sum krevur, at SI verður brukt í øllum ES. Nú eru bara heilt fá lond eftir, sum ikki alment brúka SI. Í Myanmar (Burma) og Liberia er SI ikki alment, men verður vanliga brúkt. Í USA og fyrrverandi hjálondunum Palau, Marshalloyggjar, Mikronesia og Samoa gongur mest striltið. Metriska skipanin hevur verið loyvd í USA síðani 1866, men verður lítið brúkt hjá almenninginum. Skipanin er tó spakuliga við at vinna inn á ymisk arbeiðsøki. Hóast vanligi amerikanarin ikki brúkar SI so nógv, so eru amerikanskir vísindamenn við í arbeiðinum at menna SI, og amerikanski stovnurin National Institute of Standards and Technology hevði ein týdningarmiklan leiklut í nýggjastu definitiónunum av SI-grundeindunum. SI og náttúrukonstantar. Síðani 20. mai 2019 eru allar tær 7 grundeindirnar (og harvið allar SI-eindir) defineraðar út frá 7 náttúrukonstantum. Tað hevur millum annað við sær, at hesir 7 konstantarnir hava eksakt tey virðini, sum standa í talvuni niðanfyri. Avleiddar eindir. Symbolini fyri støddunum eru frá Dansk Standard. Tey eru ikki partar av tilráðingini frá BIPM, men eru rættiliga vanlig at brúka. Samansettar eindir. Ein samansett eind kann gerast til einhvørja stødd, so eitt ótal av samansettum eindum eru. Niðanfyri eru nøkur dømi úr listanum frá BIPM.8239;000 m. SI-prefiks. Høvuðsgrein: SI-prefiks; sí eisini binert prefiks. Hevur ein brúk fyri størri ella minni eindum enn omanfyri nevndu, kann ein altíð gera nýggjar eindir við at seta eitt prefiks framman fyri SI-eindina. T.d. er eitt mannahár áleið 0,000 08 metrar = 80 × 10−6 metrar = 80 mikrometrar og miðalradius á jørðini 6 371 × 103 metrar = 6 371 kilometrar. a>, og teir sjey náttúrukonstantararnir, sum tær eru defineraðar útfrá. Prefiksini, sum ikki eru heil fald av 1000, t.v.s. "hekto", "deka", "desi" og "senti", eru avmarkað til nøkur fá endamál. Loyvt er at skriva 1013 hPa um lufttrýstið 101 300 Pa. Harafturímóti eigur ein ikki at skriva 101,3 hV um spenningin 10 130 V, men t.d. 10,13 kV. Skrivihættir. SI-eindir verða annahvørt skrivaðar fult út við lítlum bókstavum ella við teknum (eisini nevnt symbolinum) uttan styttingarpunktum. Teknið kann vera ein, tveir ella tríggir bókstavir, teir seinnu altíð lítlir. Teknið er við stórum, um eindin er uppkallað eftir einum persóni. Millum tal og eind er millumrúm, møguligt prefiks verður skrivað framman fyri eind uttan millumrúm; øll verða skrivað við loddrættari skrift. Hevur talið fimm ella fleiri siffur, skulu sifrini bólkast, so allir uttan møguliga fyrsti bólkurin hava trý siffur; bólkarnir verða skildir við lítlum millumrúmi. Legg til merkis, at tað ikki longur er loyvt at skilja bólkarnar við punktum ella komma. "Støddir" verða skrivaðar við "skráskrift". Prefiksið er sterkari bundið til eindina enn eksponentur, tað vil til dømis siga, at 1 km2 = (1 000 m)2 = 1 000 000 m2, og at 1 km3 = (1 000 m)3 = 1 000 000 000 m3. Eindir og prefiks kunnu hava stavseting, sum er tillagað stavsetingini í landinum. Hinvegin má "Teknið ikki broytast". T.d. er "k" einasta loyvda teknið fyri "kilo" í øllum londum, sum brúka SI, men "kilo" verður skrivað "chilo" á italskum, "quilo" á portugisiskum, "kîlo" á kurdiskum, "кило" á russiskum og "χιλιο" á grikskum. Loyvdar ikki-SI-eindir. Alment hevur CGPM gjøgnum BIPM góðkent hesar ikki-SI-eindir, summar til nýtslu innanfyri serlig øki. Eingi standardiserað symbol eru fyri sjómíl og knobb, men vanligar styttingar eru M, NM, Nm og nmi fyri sjómíl og kn fyri knobb. Legg til merkis, at ppm (parts per million) er loyvd eind, meðan BIPM mælir frá at brúka ppb (parts per billion), tí billión hevur ymiska merking í ymiskum londum. Í talvuni eru nakrir fáir vanliga brúktir náttúrukonstantar, men til serlig endamál er tað sum heild loyvt at geva støddir upp í mun til náttúrukonstantar, t.d. at ein massi er tríggjar ferðir elektrónmassan "m" = 3 "m"e ella ein ferð 90 % av ljósferðini í tómrúminum "v" = 0,9 "c"0. Ein samansett eind kann gerast til einhvørja stødd, so eitt ótal av samansettum eindum eru. Niðanfyri eru nøkur dømi úr listanum frá BIPM. SI-prefiks. Ein av mongu góðu eginleikunum við mátiskipanini SI er møguleikin at gera nýggjar stórar og lítlar eindir við at seta eitt prefiks framman fyri SI-eindina. T.d. er eitt mannahár áleið 0,000 08 metrar = 80 × 10−6 metrar = 80 mikrometrar og miðalradius á jørðini 6 371 × 103 metrar = 6 371 kilometrar. Orðið prefiks er gjørt úr latínsku orðunum "pre", frammanfyri, og "fix", viðhefti. SI-prefiks. Longu í 1873 skeyt British Association for the Advancement of Science upp at brúka mega (M) og mikro (μ), men tey blivu ikki alment viðurkend í meturskipanini fyrr enn í 1960. Biner prefiks. Í teldutøkni er tað ofta praktiskari at hava prefiks fyri hvørji 210 = 1024 heldur enn hvørji 1000. Til tað endamálið eru biner prefiks. Upprunalig prefiks v.m.. Tey upprunaligu prefiksini frá 1795 vóru: myria, kilo, hekto, deka, double, demi, desi, centi og milli; hesi kundu eisini setast saman, so t.d. millimilli merkti millióntapartur, sum í 1873 fekk heitið mikro. Í reglugerð frá fronsku mynduleikunum tann 2. apríl 1919 eru prefiksini hesi: mega, hektokilo, myria, kilo, hekto, deka, desi, centi, milli, desimilli, centimilli og mikro. Tey dupultu prefiksini hava helst givið ov nógvar trupulleikar, í hvussu er vórðu tey sett úr gildi mitt í 20. øld. Avmarkað og útgingin prefiks. Dupult prefiks - so sum millimilli - vóru loyvd í gomlu meturskipanini, men tey eru ikki loyvd í SI. Prefiksið "myria" (10 000) er ikki við í SI. Ein myriametur (tíggju kilometrar) verður nevnd ein míl í Noregi og Svøríki. Prefiksini, sum ikki eru heil fald av 1000, t.v.s. "hekto", "deka", "desi" og "senti", eru avmarkað til nøkur fá endamál. Loyvt er at skriva 1013 hPa um lufttrýstið 101 300 Pa. Harafturímóti eigur ein ikki at skriva 101,3 hV um spenningin 10 130 V, men t.d. 10,13 kV. Fyrr vórðu eisini brúkt serlig symbol fyri lítlum eindum, t.d. "μ" í staðin fyri "μm" um mikrometur, "λ" í staðin fyri "μL" um mikrolitur og "γ" í staðin fyri "μg" um mikrogramm. Hetta er sjálvandi heldur ikki loyvt longur. Uppskot um onnur prefiks. Táverandi alisfrøðilesandi Austin Sendek hevur skotið upp "hella" sum prefiks fyri 1027. CIPM havnaði uppskotinum. Brian C. Lacki hevur skotið upp at halda fram í øvugtun bókastavarað eftir Z og Y við symbolunum X, W og V fyri 1027, 1030 og 1033. Eisini er skotið upp at brúka "vectra (V)" um 1027 og "vimto (v)" um 10-27. Gallon. Gallon eru rúmmál, sum enn verða brúkt í Bretlandi og Norðuramerika. Ein imperial gallon ella UK gallon er 4,546 litrar. Verður brúktur í Bretlandi og eitt sindur í Kanada og Karibia. Ein US liquid gallon ella bara US gallon er 3,785 litrar. Verður brúktur í USA og eitt sindur í Karibia. Ein US dry gallon er 4,405 litrar. Verður ikki brúktur longur. Flat Earth Society. Flat Earth Society (føroyskt áleið: "Felagsskapurin fyri eini flatari jørð") er ein felagsskapur, sum hevur sín uppruna í Onglandi, men nú hevur høvuðssæti í Lancaster, Kalifornia. Ongi vísindafólk ella trúarfelagsskapir taka alment undir við sjónarmiðunum hjá hesum felagsskapi. Fonografur. í 1877 uppfann Thomas Edison fonografin (úr forngrikskum φωνή "phōné", ljóð, og γράφειν "gráphein", skriva). Fyrst í 1900-talinum varð hann trokaður burtur av marknaðinum av grammofonini. Skellakk. Skellakk verður framleitt úr einum harpikslíkum evni, sum verður skilt burtur úr lúsini "Coccus lacca". Mary Shelley. Mary Wollstonecraft Shelley (fødd Godwin; 30. august 1797 – 1. februar 1851) var ein enskur rithøvundur, ið skrivaði skaldsøgur, stuttsøgur, sjónleikir, essay, ævisøgur og ferðafrásagnir, og var best kend fyri sína gotisku skaldsøgu, (1818). Hon ritstjórnaði eisini verk ið maður hennara, filosofurin Percy Bysshe Shelley skrivaði. Faðir hennara var politiski filosofurin William Godwin, pg móðir hennara var filosofturin og feministurin Mary Wollstonecraft. Móðir Mary Godwin doyði tá ið Mary bert var ellivu dagar gomul; seinni vóru hon og eldra fostursystir hennara uppaldar av faðirinum. Tá ið Mary var fýra, giftist Godwin við granna sínum, Mary Jane Clairmont. Godwin syrgdi fyri, at dótturin fekk ein góða útbúgving og eggjaði henni til at fylgja hansara liberalu politisku teorium. Í 1814 fór Mary Godwin at ganga saman við einum av politisku fylgjarunum hjá pápanum, tann gifti Percy Bysshe Shelley. Saman við fostursystir Mary, Claire Clairmont, fóru tey at ferðast til Fraklands og ferðaðust síðan gjøgnum Evropa. Tá ið tey komu aftur til Onglands var Mary uppá vegin við barninum hjá Percy. Tey næstu tvey árini vóru tey útifryst, vóru í skuld og mistu dóttrina, ið varð fødd ov tíðliga. Tey giftist seint í 1816 eftir at fyrra kona Percy Shelley, Harriet, hevði tikið lívið av sær. Danskir uttanríkisráðharrar. Hetta er ein listi yvir danskar uttanríkisráðharrar síðan Uttanríkisráðið varð stovnað í 1848. Viðmerkingar. Uttanríkisráðharrar Símun á Høvdanum. Símun Jógvansson á Høvdanum, føddur 8. juli 1967, búsitandi í Klaksvík, Føroyum, er stjóri og eigari í Klaksvíkar Timburhandli og Maverick Barr. Hann er fyrrverandi svimjari fyri Ægir og Føroyar. Familja. Foreldur hansara eru Jógvan og Elsuba á Høvdanum. Sysktin hansara eru Sigrid, Petur Hans, Oluffa og Jógvan á Høvdanum. Hann eigur eitt barn, eina dóttir sum eitur Tina Joensen og er í parlag við Tórunn Joensen síðani 18.05.1989. Lívsleið. Símun á Høvdanum var ein av bestu svimjarnum í Føroyum síðst í 70unum og fyrst í 80unum. Hann hevur verið vinnulívsmaður síðani 1984, einamest innan timburhandlar og byggibúðir. Hann er úlærdir handils- og skrivstovumaður hjá JFK Kjølbro høvuðsskrivu, All Around, lærumeistari var Finnur Jacobsen. Hann hevur verið umboðsmaður fyri hesar fyritøkur, Abeko, Avenue, Corus, Dansk Gummi Industri, Diamig Element System, Fermacell, G-Man, Henkel, Jasa Company, Lauridens Handel & Import, MSK Scandinavia, Otto Schachner, Silkeborg Stigefabrik, Sydvesta, Veli Line, VM Blandere, Wallmann. Hobby, myndatøka, einamest av ítrótti. Stovnari av NFÍ Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð. Hann er formaður í Ægir og forseti í Rotary Klaksvík 2014/2015. Hann hevur sitið í hesum nevndum: Ægir, Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð, AIA Tranbjerg Svømning, AIA Tranbjerg Fodbold, Tranbjergs Fællesråd, Svimjisamband Føroya. Hann hevur arbeitt sum Freelance á Dagblaðnum, Sosialinum, Dimmalætting, Norðlýsinum. Eigur og rekur Portalin Norðoya Portalurin nordportal.net. HDMS Absalon (L16). Stuðulsskipið Absalon ella HDMS Absalon (L16) er eitt skip av Absalon-klassanum ið hoyrir til donsku Sjóverjuna. Stuðulsskipið Absalon er uppkallað eftir Absalon biskupi 1128-1201, ið førdi danska herflotan til herferðir móti vendarunum. Absalon var bróðir Esbern Snare. Til Libya í 2016. 17. august 2016 sigldi Absalon frá Flådestation Frederikshavn og setti kós móti Libya. Endamálið við ferðina var at verja eitt fraktskip, ið skuldi føra restirnar av evnafrøðiliga vápnaskránni hjá Libya til Týsklands, har tað skal oyðileggjast. Absalon fór avstað tveir dagar áðrenn endaligu góðkenningina úr Fólkatinginum 19. august. Allir politiskir flokkar í Fólkatinginum atkvøddu fyri uppskotinum um at lata Absalon og eitt annað danskt skip sigla til Libya eftir kemisku vápnunum. Norsk-svensk míl. Ein norsk míl og ein svensk míl eru 10 000 metrar. Eindin varð eisini brúkt í gomlum útgávum av metrisku skipanini sum 1 myriametur, men nú eru tað bert norðmenn, sviar og svensktalandi finnar, sum í týðandi mun brúka eindina. Á enskum verður eindin við hvørt nevnd skandinavisk míl, men danir hava ongantíð brúkt hana. Í Noregi og Svøríki var ein míl upprunaliga 36 000 føtur. Londini høvdu ymisk fótamát, so ein norsk míl var 11 295 m, og ein svensk míl var 10 688 m. Eftir at metrisku mátini vórðu viðtikin (í Noregi við lóg frá 22. mai 1875 við gildi frá 1. juli 1882, og í Svøríki við lóg 22. november 1878 við gildi frá 1. januar 1889), vórðu eindirnar míl broyttar við lóg í 1889 til at vera eksakt 10 000 metrar. Í Finnlandi varð tilsvarandi eindin peninkulma í 1887 broytt til 10 000 metrar; men finsktalandi finnar brúka ikki ta eindina nógv longur. Norsk-svenska eindin verður mest brúkt í dagligari talu um strekki, sum eru longri enn 10 kilometrar. Eindin verður ikki brúkt á vegaskeltum; men eindin verður kortini brúkt eitt sindur í almennum viðurskiftum, t.d. í reglugerðurm frá svenska "Skatteverket". Eisini er vanligt at uppgeva brennievnisnýtsluna á bilum í litrum pr. míl, sum er sama eind sum desilitrar pr. kilometur. Undankapping til EM í fótbólti 2016 Bólkur F. Bólkur F í Kvalifisering til EM í fótbólti 2016 kappingina er ein av nýggju bólkum, ið avgerð, hvørji lið koma víðari til endaumfari í EM í fótbólti 2016. Í bólki F eru seks lið:,,, and, ið spæla móti hvørjum øðrum heima og úti í einari round-robin formati. Dystir. Dystirnir vóru kunngjørdir av UEFA sama dag, sum lutakastið fór fram hin 23. februar 2014 í Nice. Times are CEST, as listed by UEFA (local times are in parentheses). Ensk míl. Ein ensk míl ella millumtjóða míl (á enskum international mile, ofta skeivt umsett til "altjóða míl") er 1 609,344 metrar. Ein amerikonsk míl (U.S.Survey mile) er næstan tað sama, 1 609,34722 metrar ella 2 millióntapartar longri enn ein ensk míl. Enska mílin verður við hvørt nevnd mile, úttalað "meil", eftir enska heitinum. Pund (vekteind). Í 1839 var vekteindin eitt pund ásett við danskari lóg til at vera eksakt 500 gramm. Áðrenn tað varð orðið nýtt sum stytt heiti fyri skálpund. Ymiskar keldur upplýsa ymiskt um skálpund, men "Den danske ordbog" skrivar áleið 498 gramm, og "Store norske leksikon" skrivar 498,1 gramm. Harafturat skrivar "Store norske leksikon", at í Danmark og Noregi hava verið nýtt pund, sum hava ligið millum 467,7 g og 505 g. Orðið pund kemur av latínska orðinum "pondus", sum merkir vekt, og er nær skilt við latínska orðið "pendere", at viga. Eitt enskt pund ella millumtjóða pund er eksakt 0,453 592 37 kilogramm og verður ofta avrundað til 454 gramm. Tað verður ofta stytt lb ella ℔. Vekteindin pund verður eisini nevnd libra, stytt lb. Sera nógv ymisk pund hava verið upp ígjøgnum tíðirnar, m.a. hevur eitt pund í Fraklandi verið millum 367,1 gramm og 552 gramm, til tað í 1812 bleiv fastsett til 500 gramm. Eina stutta tíð áðrenn 1812 var "libre" enntá nýtt sum heiti fyri tí nýggja kilogramminum! Pundið fór úr gildi sum lóglig vekteind við keyp og sølu longu í 1840 í Fraklandi og í 1907 í danska ríkinum, men tað verður enn brúkt í dagligari talu. Størri og minni vekteindir vóru fyrr gjørdar við binerari umrokning, við meturskipanini kom desimala umrokningin. Nakrar gamlar danskar eindir eru sum víst niðanfyri. Legg til merkis, at heitini "kvintin" og "ort" blivu endurnýtt í desimalu umrokningini við nýggjum týdningi. Hesar eindirnar fóru tó úr gildi í 1907 við metrisku skipanini. Í listanum síggja vit, at eitt gran er gramm ella 3,8 milligramm. Í dag hevur orðið skift týdning til "evarska lítið sindur av onkrum". Pund. * Pund (vekteind), ensk vekteind og gomul donsk vekteind Pottur (rúmeind). Ein pottur er gamalt norðurlendskt rúmmál, sum hevur haft ymiskar støddir, men í 1912 bleiv tað við lóg sett til 0,966 litrar.. Størri og minni eindir eru gjørdar við binerari umrokning. Pottur. * Pottur (ílat), ílat Undankapping til EM í fótbólti 2016. Kvalifiseringskappingin til EM í fótbólti 2016 er ein fótbóltskapping, ið fer fram frá september 2014 til november 2015 fyri at finna fram til tey 23 liðini, ið saman við Fraklandi, ið er kvalifiserað beinleiðis sum vertur, skulu luttaka til EM í fótbólti 2016. Tilsamans 53 landslið, ið eru UEFA limir, luttóku í kvalifikatiónskappingini. Gibraltar luttók fyri fystu ferð. Seeding. Býtið av pottunum varð kunngjørt hin 24. januar 2014. Støða hjá triðjapláss liðum. Tað hægst plaseraða triðjapláss liðið frá bólkunum kvalifiserar seg beinleiðis víðari til kappingina, meðan restin spæla play-off dystir. Eftirsum Bólkur I hevur fimm lið og restin hevur seks lið, so telja dystir ímóti nummar-seks liðum ikki við í metingini. Sølvi Vatnhamar. Sølvi Vatnhamar (føddur 5. mai 1986 í Føroyum) er ein føroyskur fótbóltsleikari, sum í løtuni spælir fyri Víking og Føroyar. Hann er útbúgvin og starvast sum byggifrøðingur. Lívsleið innan fótbólt. Sølvi vaks upp í fótbóltsfelagnum LÍF úr Leirvík. Tá ið LÍF og GÍ løgdu saman í 2008 til Víking, fór hann at spæla fyri Víking og hevur spælt har síðan. Hann búði niðri í Danmark í nøkur ár, meðan hann las og spældi ikki á høgum støði tá. Altjóða fótbóltur. Hin 13. juni 2015 leikti hann sín 5. landsdyst á føroyska A-landsliðnum, sum var ímóti Grikkalandi á Tórsvølli. Í dystinum legði Sølvi upp til bæði málini, ið Hallur Hansson og Brandur Olsen skoraðu, við avleveringum úr høgru síðu innfyri. Amelia Earhart. Amelia Mary Earhart (/ˈɛərhɑrt/; fødd 24. juli 1897 – horvin 2. juli 1937) var ein amerikanskur flogferðslu slóðbrótari og rithøvundur. Amelia varð fyrsta kvinna, ið fleyg einsamøll yvir Atlantshavið. Hon hevur sett fleiri met, skrivaði metsølubøkur um royndir sínar innan flogferðslu, og var vegleiðandi stovnari av felagskapinum The "Ninety-Niners", ið var ein felagskapur fyri kvinnuligar flogskiparar. Amelia var gestaundirvísari á Purdue háskúlanum í 1935 í flogferðsludeildini. Har vegleiddi hon kvinnum, ið vóru áhugaðar í ídnaðinum, og hugtók onnur við kærleika sínum til sama fak. Amelia var limur í politiska flokkinum National Women's Party, og var dyggur stuðul í javnarættindastríðinum. Í 1937, hvarv Amelia yvir Kyrrahavinum. Hetta hendi ímeðan hon royndi at flúgva runt heimin. Amelia var einsamøll umborð í Lockheed 10 Electra flogfari sínum, ið Purdue háskúlin hevði fíggjað. Sonni Ragnar Nattestad. Sonni Ragnar Nattestad (føddur 5. august 1994 í Tórshavn) er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir fyri írska felagið Dundalk og fyri føroyska landsliðið sum verjuleikari. Feløg. Sonni Ragnar spældi fyri MB og 07 Vestur fyrstu ungdómsárini, síðan gekk leiðin til Danmarkar, har hann fekk sáttmála við FC Midtjylland í Superliguni frá 2013-15. Hann spældi 4 dystir í Superliguni fyri FC Midtjylland, men hetta tíðarskeiðið var hann tvær ferðir útlántur til onnur donsk feløg, fyrst til AC Horsens, har hann spældi 13 dystir og skoraði tvey mál og síðan til Vejle BK. Í 2016 fekk hann sáttmála við íslendska felagið FH Hafnarfjordur og síðan varð hann læntur út til Fylkir, har hann spældi 8 dystir. Í desember 2016 skrivaði hann undir ein trýára sáttmála við norska felagið Molde FK. Í 2020 spældi hann við B36, eftir at hann hevði spælt við donsku Superliga feløgunum FC Fredericia í 2019 og AC Horsens í 2018. Í januar 2021 undirskrivaði hann sáttmála við Dundalk F.C., ið spælir í bestu írsku deildini, League of Ireland Premier Division. Róaldur Jakobsen. Róaldur Jakobsen (fødur 23. januar 1991) er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir fyri B36 og Føroyar sum miðvallaleikari. Lívsleið innan fótbólt. Hann hevur spælt vaksnamannafótbólt við B36 síðan 2007. Hann spældi sín fysta landsdyst fyri føroyska A-landsliðið í 2014. Charles Lindbergh. Charles Augustus Lindbergh (4. februar 1902 – 26. august 1974), eyknevni: Slim, Lucky Lindy, og The Lone Eagle, var ein amerikanskur flogskipari, rithøvundur, uppfinnari, rannsóknarfari og aktivistur. Charles gjørdist kendur, tá hann tann 20. - 21. mai 1927 fleyg einsamallur í flogfari sínum, "Spirit of St. Louis", tvørtur yvir Atlantshavið. Hann fleyg 5 800 kilometrar frá New York City í USA til París í Fraklandi, flogferðin tók 33 og ein hálvan tíma, og var hetta fyrstu ferð, nakar hevði megnað slíkt avrik. Charles var tá 25 ára gamal og starvaðist sum postmaður í amerikanska fogherinum. Sum viðurkenning fyri hetta søguliga avrik varð hann heiðraður við "Medal of Honor", ið er hægsta viðurkenning innan amerikanska herin. Í síðstu helvt av 1920-árunum og fyrru helvt av 1930-árunum nýtti Charles navnafrægd sína til at upplýsa um flogferðslu, bæði almenna og hernaðarliga posttænastu í Norður- og Suðuramerika. Í mars vóru Charles og kona hansara Anne úti fyri tí harmleika, at ungi sonur teirra, Charles Lindbergh Jr., varð rændur og myrdur. Hendingin varð kallað "Brotsverk aldarinnar" ("Crime of the Century"). Hendingin hevði eisini við sær, at familjan Lindbergh í loyndum flutti til Evropa, har tey føldu seg tryggari enn í miðlarákinum í USA. Familjan flutti aftur til USA í apríl 1939. Áðrenn USA fór upp í Seinna heimsbardaga, hevði Charles verið dyggur fortalari fyri at halda landið uttanfyri alheims ósemjur, júst sum pápi hansara, ið var tingmaður, hevði gjørt í Fyrra heimsbardaga. Sjálvt um Charles var ímóti krígnum, stuðlaði hann fullt undir hernaðarliga stríðið eftir Pearl Harbour og virkaði sum borgarligur vegleiðari hjá herinum ígjøgnum Franklin D. Roosevelt, forseta USA. Forsetin hevði noktað at loyva Charles aftur uppí herin, har hann hevði sagt frá starvinum í apríl 1941. Í seinni árum sínum gjørdist Charles prísvinnandi rithøvundur, rannsóknarfari, uppfinnari og umhvørvisverndarfólk. Charles Lingbergh á vitjan í Føroyum. Í 1933 lendi flogfarið hjá Charles á Trongisvágsfirði, tað vóru stórtíðindi tá í tíðini. Kona hansara, Anne Morrow, var við honum á ferðini, og var hon annarpilotur. Tey høvdu stutta tíð frammanundan mist son sín eftir at hann varð rændur og myrdur, so tey høvdu ikki hug at vera við í veitslulag. Tey ótu døgurða hjá Guðmundi Mortensen og hildu leið sína víðari dagin eftir. Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn hevur myndir frá hendingini. Atli Gregersen. Atli Gregersen (føddur 15. juni 1982) er ein Føroyskur altjóða fótbóltsleikari, ið spælir sum verjuleikari fyri Víking og føroyska fótbóltslandsliðið. Lívsleið í feløgum. Gregersen spældi í sínum ungu árum fótbólt bæði í Føroyum og Danmark við Randers FC, Lyngby BK, GÍ, IF Skjold, BK Frem og Víking. Hann fekk sáttmála við skotska felagið Ross County í juni 2010, til hann fór frá felagnum í februar 2011, hevði hann bert spælt ein dyst fyri felagið í steypakappingini (League Cup). Altjóða lívsleið. Gregersen leikti sín fyrsta A-landsdyst í 2009, og í mars 2015 var hann fyri fyrstu ferð liðskipari á føroyska fótbóltslandsliðnum í einum UEFA Euro 2016 kvalifikatiónsdysti móti Rumenia, har Føroyar tapti 1-0. Tórður Thomsen. Tórður Thomsen (føddur 11. juni 1986) er ein føroyskur fótbóltsleikari sum spælir fyri Føroyar og B36 sum málmaður. Fótbóltslívsleið. Tórður byrjaði sína fótbóltslívsleið í Runavík, har hann spældi við NSÍ í 2003 við 2. deild til hann í 2005 fór til ÍF sum málmaður. Seinni hevur hann spælt fyri ÍF, B68 og AB. Hann spældi fyri føroyska A-landsliðið í 2010. Í 2012, undirskrivaði hann sáttmála við danska felagið S.C. Egedal. Í 2013 flutti hann heim aftur til Føroya, har hann fekk sáttmála við B36. Pól Jóhannus Justinussen. Pól Jóhannus Justinussen (føddur 13. januar 1989) er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir við føroyska landsliðnum og NSÍ sum verjuleikari og vongspælari. Hann hevur fyrr spælt fyri Valur í Íslandi og fyri B68, Streymur og GÍ. Hann spældi sín fyrsta landsdyst fyri føroyska A-landsliðið í 2010. Í februar 2012 undirskrivaði hann sáttmála við danska superligafelagið AaB fram til endan av donsku fótbóltssesongini í juni, eftir at hava verið til royndarvenjing tvær ferðir í mánaðunum undan at sáttmálin varð undirskrivaður. John F. Kennedy Jr.. John Fitzgerald Kennedy Jr. (25. november 1960 – 16. juli 1999), ofta nevndur JFK Jr. ella John-John í miðlunum, var ein amerikanskur løgfrøðingur, tíðindafólk og blaðútgevi. Hann var einasti yvirlivandi sonur John F. Kennedy, fyrrverandi forseta USA, og Jacqueline Bouvier Kennedy og var yngri bróður Caroline Kennedy. Pápi hansara var myrdur beint áðrenn triðja føðingardag hansara. Frá barnsbeini av og upp í vaksnamannaárini var John nógv í miðlunum, og var víðagitin í sosiala lívinum á Manhattan í New York City. Hann hevði tikið útbúgving sum løgfrøðingur, og tá hann hevði starvast í ídnaðinum 4 ár í 1995, nýtti hann politisku- og stjørnufrægdina til at útgeva blaðið "George magazine". John læt lív í eini flogvanlukku í 1999, saman við konu síni Carolyn og systur hennara Lauren, tá tey vóru ávegis til eitt familjubrúdleyp. John var vandur flogmaður, og fleyg sjálvur lítla flogfarið til Martha's Vineyard, har brúdleypið fór fram. Kaj Leo í Bartalsstovu. Kaj Leo í Bartalsstovu (føddur 23. juni 1991) er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir sum miðvallaleikari fyri føroyska landsliðið og íslendska felagið ÍBV. Í 2016 spældi hann við rumenska Liga 1 felagnum Dinamo București frá februar til mai 2016 og síðan við FH Hafnarfjörður seinnu helvt av árinum. Fótbóltsyrkisleið. Kaj Leo byrjaði sína yrkisleið sum fótbóltsleikari í Víkingini í 2008, og spældi við felagnum til 2013, tá hevði hann spælt 102 landskappingardystir við besta liðnum hjá Víkingi. Í 2014 gjørdi hann sáttmála við norska felagið Levanger FK, ið spælir í 1. deild í Noregi. Síðst í januar 2016 fór hann til Rumenia fyri samráðast um sáttmála við felagið Dinamo București. Sáttmalin varð undirskrivaður 1. februar 2016 og var fyri 1,5 ár. Kaj Leo gjørdist harvið fyrsti føroyingur, ið hevur spælt yrkisfótbólt í Rumenia. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri Dinamo Bukarest 14. februar 2016 í einum 1-0 sigri móti FC Botosani. Hann varð skiftur inn eftir 56 minuttir. Lucille Ball. Lucille Désirée Ball (6. august 1911 – 26. apríl 1989) var ein amerikonsk sjónleikarinna, skemtari og modell. Hon hevði høvuðsleiklutin í skemtirøðunum "I Love Lucy", "The Lucy–Desi Comedy Hour", "The Lucy Show", "Here's Lucy", og "Life with Lucy". Starvsleið Lucy í stjørnuheiminum byrjaði í 1929, tá hon fekk starv sum modell. Stutt eftir tað byrjaði hon at framføra sjónleika í Broadway sjónleikarahúsinum undir pallnavninum Diane Belmont og Dianne Belmont. Lucy hevði nógvar smáar leiklutir í filmum í 1930- og 1940-árunum, har hon hevði sáttmála við RKO Radio Pictures, ið nýtti hana sum kórgentu, og til líknandi smáar leiklutir. Ímeðan Lucy starvaðist hjá RKO møtti hon kubanska tónleikaranum Desi Arnez. Lucy og Desi giftust í loyndum tann 30. november 1940. Í 1950-árunum gjørdist Lucy sjónvarpsstjørna. Í 1951 skaptu Lucy og Desi skemtirøðina "I Love Lucy", ein sjónvarpsrøð, ið kom til at verða ein av mest elskaðu sjónvarpsrøðum í USA nakrantíð. Tann 17. juli sama ár føddi Lucy fyrsta barn hennara og Desi; eina dóttir, ið fekk navnið Lucie Désirée Arnaz. Hálvt annað ár seinni kom næsta barn teirra í heimin; ein son, ið fekk navnið Desiderio Alberto Arnaz IV, oftast kallaður Desi Arnaz Jr. Lucy og Desi høvdu verið gift í 20 ár tá tey skildu í 1960. Í 1962 gjørdis Lucy fyrsta kvinna til at reka eitt sjónvarpsstudio. Studioið fekk navnið Desilu, og framleiddi fleiri vælumtóktar og víðakendar sjónvarpsrøðir. Harímillum kann nevnast "Mission: Impossible" og "Star Trek". Lucy fram við at traðka fram í sjónvarpi og filmum alt sítt lív, men gjørdist tó aldrin líka vælumtókt sum í 1950-árunum. Í seinni árunum var Lucy tilnevnd og heiðrað við fleiri virðislønum. Hon var tilnevnd til Emmy virðislønina trettan ferðir, og vann fýra ferðir. Í 1977 gjørdist hon ein av fyrstu vinnaranum av "Women in Film Crystal Award". Hon fekk Golden Globe Cecil B. DeMille virðisløn í 1979, lívsverks heiðursløn frá Kennedy Center Honors í 1986, og Governers virðisløn frá the Academy of Television Arts & Sciences í 1989. Lucy doyði 77 ára gomul tann 26. apríl 1989. Lucy hevði fingið hjartatilburð nakrar dagar áðrenn, ið var atvold til æðraslit á meginlívæðrini. Tá hevði hon fingið nýggja meginlívæðr frá einum 27 ára gomlum manni, ið hevði latið lív í eini motorsúkkluvanlukku. Lucy kom fyri seg, men nakrar dagar seinni vaknaði hon við ryggpínu, og misti vit stutt aftaná. Roynt var at fáa lív í hana aftur, men uttan eydnu. Tá hon var flutt á sjúkrahús, vísti tað seg at meginlívæðrin var brotin aftur, og hesu ferð í búkinum. Lucy læt eftir seg børn síni, barnabørn og mann sín, stand-up skemtarin Gary Morton, ið hon hevði verið gift við síðstu 27 árini. Langi og stutti talstigin fyri stór tøl. Langi og stutti talstigin fyri stór tøl (franskt: Échelles longue et courte) er heiti á teimum báðum mátunum, sum nøvnini á stórum tølum verða gjørd uppá. Franski støddfrøðingurin Geneviève Guitel brúkti heitið fyrstu ferð í 1975. Í Norðurlondum og Meginlandsevropa verður langi stigin brúktur mest, men í ensktalandi londum verður tann stutti stigin brúktur mest. Binert prefiks. IEC og ISO hava ásett hesi bineru prefiksini at nýta til stór tøl. Tey eru ásett í standardunum IEC 60027-2 A.2 og ISO/IEC 80000 og eru avleidd frá teimum tilsvarandi desimalu SI-prefiksunum. Meginlandsevropa. Heitið Meginlandsevropa (Kontinentalevropa) verður brúkt eitt sindur ymiskt. Fólkatingslimir valdir í 2011. Á Fólkatingsvalinum í 2011 vóru 179 fólk vald inn í danska Fólkatingið. 175 vórðu vald í Danmark, tvey í Føroyum og tvey í Grønlandi. Nývaldir limir í verða vístir við feitari skrift. Summi av hesum hava tó verði vald áðrenn 2007. Fólkatingslimir í "kursiv" eru varafólk, ið hava tikið sæti á tingi síðan valið. Eindarlistin. Eindarlistin (á donskum: Enhedslisten – De Rød-Grønne), í Danmkark oftast umrøddur sum Enhedslisten, er ein danskur sosialistiskur og grønur politiskur flokkur, ið er tann mest vinstrahalli flokkurin í Fólkatinginum. Fólkatingslimir 2015-. Vald á fólkatingsvalinum 2015. Celsiusstigin. Hitamálari −50 °C til +50 °C. Celsiusstigin verður nýttur í flest øllum londum í heiminum. Nøkur fá lond eru kortini enn, sum brúka fahrenheitstigan. Til vísindalig endamál verður hiti máldur í kelvin. Hiti ella temperaturur er mál fyri, hvussu heitt okkurt er. Hiti, sum er givin upp í °C, er máldur eftir celsiusstiganum. Vatn frystir við 0 °C og kókar við 100 °C, tá trýstið er 1 atmosfera. Celsiusstigin er kortini ikki defineraður út frá hesum fyribrigdum longur, hann er defineraður út frá kelvinstiganum. Stigin er nevndur eftir svenska vísindamanninum Anders Celsius (1701–1744). Celsius gjørdi ein stiga í 1742, har hann setti frystipunktið á vatni til 100 stig og kókipunktið til 0 stig. Óheftir av hvørjum øðrum broyttu franski alisfrøðingurin Jean-Pierre Christin (1683–1755) og svenski plantufrøðingurin Carl von Linné (1707–1778) stigan til tann, vit kenna í dag. Hetta var í ávikavist 1743 og 1744. Í millumtjóða eindarskipanini SI verður celsiusstigin brúktur um temperatur í mun til frystipunktið á vatni, "t" = "T" − "T"0, har "T"0 = 273,15 K. Eindin eitur "stig Celsius", og symbolið er °C. Tíverri tosa summi um hitastig og kuldastig, alt eftir um temperatururin er omanfyri ella niðanfyri frostmarkið, men hetta er óheppið! Talan er ikki um ymiskar mátieindir omanfyri og niðanfri frostmarkið! Í nógv ár var °C nevnt "degrees Centigrade" á enskum, men almenna heitið í dag er "degrees Celsius", so sum mælt er til í SI-reglunum. Veðurtíðindini frá BBC skiftu frá Centigrade til Celsius í 1985. Stigaumrokning. Soleiðis rokna vit stig Celsius um til kelvin: "T"K = "T"C + 273,15. Soleiðis rokna vit kelvin um til stig Celsius: "T"C = "T"K − 273,15. Soleiðis rokna vit stig Fahrenheit um til stig Celsius: "T"C = ("T"F − 32)/1,8. Soleiðis rokna vit stig Celsius um til stig Fahrenheit: "T"F = "T"C × 1,8 + 32. Umrokning til eldri eindir er í greinini hitastigar. Stigaumroknarar eru eisini á internetinum. Bergur Dalsgaard. Bergur Dalsgaard er ein føroyskur listamaður og rithøvundur, ið hevur útgivið tvær bøkur um Børk Hanagleiv. Um Børk Hanagleiv. Børkur Hanagleiv er ein føroysk teknirøð, sum[Bergur skrivar og teknar. Teknirøðin var fyrstu ferð at síggja í 1985, tá hon varð útgivin í tíðindablaðnum 14. september undir heitinum "Sigmar Hanagleiv og aðrir". Í 1986 kom teknirøðin í Barnablaðið, har hon helt fram við onkrum støðgi til 1994. Í 2000 fekk Børkur so pláss í Dimmu, har hann kundi lesast hvørja viku fram til 2008. Í 2004 kom hann aftur í Barnablaðið, har hann nú er at síggja í litum. Útgivin eru tvey albumm við Børki Hanagleiv, eitt í 2007 og eitt í 2009. Kelvinstigin. Hitamálari við °C og K. Í alisfrøði og evnafrøði verður hiti ella temperaturur máldur út frá tí absolutta nullpunktinum. Tá verður hitin vanliga uppgivin í kelvin'". Kelvinstigin er forskotin í mun til celsiusstigan, so at 0 °C = 273,15 K. Men tá tað kemur til hita"mun", eru stigarnir eins; veksur hitin 1 K, so veksur hann eisini 1 °C. Frá 1967 til 2019 varð kelvinstigin defineraður við, at trípunktið hjá eini ávísari isotopsamanseting av vatni er 273,16 kelvin. Trípunktið hjá vatni er altso við 0,01 °C. Hetta er ikki definitiónin upp á kelvinstigan longur, men sjálvandi er trípunktið hjá vatni framvegis við 273,16 K (nú við einari óvissu, sum í 2019 er 3,7 × 10−7 K). Kelvin, sum er SI-eind fyri hita, er nevnd eftir írsk-skotska verkfrøðinginum og alisfrøðinginum William Thomson (26. juni 1824 - 17. desember 1907), Kelvin lordur. Stigaumrokning. Soleiðis rokna vit stig Celsius um til kelvin: "T"K = "T"C + 273,15. Soleiðis rokna vit kelvin um til stig Celsius: "T"C = "T"K − 273,15. Umrokning til eldri eindir er í greinini hitastigar. Rankinestigin. "T"Ra = "T"F + 459,67   og   "T"F = "T"Ra − 459,67. Newtonstigin. "T"N = "T"C   og   "T"C = "T"N. Stigin verður ikki brúktur longur. Ein má ikki blanda hitaeindina "stig Newton (°N)" við krafteindina "newton (N)". Newton. * Vísindamaðurin Isaac Newton Delislestigin. Delislestigin er ein gamal hitastigi, nevndur eftir franska stjørnufrøðinginum Joseph-Nicolas Delisle, sum kom við honum í 1732. Eftir hesum stiganum kókar vatn við 0 stig og frystir við 150 stig. Stigin gongur altso øvugtan veg, eins og tann upprunaligi stigin hjá Anders Celsius gjørdi. Stigin varð gjørdur til tann kalda veturin í Russlandi, har Delisle hevði observatorium. Stigin varð brúktur í Russlandi til fyrst í 19. øld. Réaumurstigin. "T"Re = "T"C   og   "T"C = "T"Re. Stigin varð brúktur í stórum pørtum av Mið- og Eysturevropa. Men tá Frankaríki í 1790'unum valdi at fara yvir til celsiusstigan, tí hann passaði betur til metrisku skipanina, misti réaumurstigin sín týdning. Rømerstigin. "T"Rø = "T"C + 7,5   og   "T"C = "T"Rø −. Í dag kann tað tykjast løgið at velja ein stiga við 60 trinum, men Rømer brúkti sama talið, sum tað eru bogaminuttir í einum bogastigi. Alisfrøðingurin Daniel Gabriel Fahrenheit vitjaði Rømer í 1708 og fór at arbeiða víðari við hitastiganum, til hann gjørdi sín egna stiga, fahrenheitstigan. Stórsteypadystur. Stórsteypadystur er ein kapping millum vinnaran av Effodeildini og vinnaran av kappingini um Løgmanssteypið frá undanfarna ári. Søga. Kappingin byrjaði í 2007 sum Lions Cup (uppkallað eftir vælgerandi felagsskapinum, Lions Club) og er ein afturvendandi árlig kapping. Allar inntøkur frá dystinum verða lætnar til vælgerandi endamál. Heðin Askham. Heðin Askham (føddur 3. juli 1960) er ein føroyskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Hann hevur UEFA A-venjaraprógv. Hann er venjari hjá føroyska U21 fótbóltslandsliðnum hjá monnum og hjá HB. Hann arbeiðir sum fangavørður. Welsh Premier League. Welsh Premier League er besta fótbóltsdeildin hjá monnum í Wales. Limir í 2019–20. Hesi 12 feløg kappast í Welsh Premier League kappingarárið 2019–20. Leikarar. Marc Lloyd Williams, skoraði 318 mál í 467 dystum, ið gjørdi hann til tann størsta topprskoraran í søguni hjá fótbóltsdeildini. Colin Reynolds hevur metið við flest leiktum dystum í deildini við 516 dystum. The New Saints F.C.. The New Saints of Oswestry Town & Llansantffraid Football Club (), eisini kent sum the New Saints ella TNS er eitt professionelt fótbóltsfelag í bretskum fótbólti, umboðandi Llansantffraid-ym-Mechain í Powys, Wales og Oswestry í Shropshire, Onglandi (tey bæði støðini hava eina frástøðu á 13 km. Liðið leikar í Welsh Premier League, og eigur metið fyri flest vunnin meistaraheiti, ið felagið hevur vunnið 9 ferðir, teirra millum eru tær seinastu fýra kappingarárini. Frá 1997 til 2006, nevndist felagið Total Network Solutions F.C.. Unsa. Unsa er heiti á gamlari evropeiskari vekteind umleið 30 gramm, men eins og pundið hevur hon havt skiftandi stødd. Orðið kemur frá latínska "uncia", sum merkir tólvtapartur. Ein fronsk "once" var upprunaliga pund, men seinni pund. Unsa er ikki loyvd mátieind í SI. Men enskmælt lond brúka framvegis eindina undir heitinum "ounce", stytt oz. Ein ensk unsa er 1 oz = lb = 28,35 g. 1 oz tr = 1 oz ap = 31,1 g. 1 fl oz = gallon (US) = pint = 29,57 ml. 1 fl oz = gallon (UK) = pint = 28,41 ml. Jardur. Ein jardur, enskt "yard", er enskt longdarmát. 1 yr = 3 ft = 36 in = 0,9144 m. Magni Arge. Magni Arge (føddur 15. desember 1959 í Tórshavn) er ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari (Tjóðveldi). Magni Arge er sonur Niels Juel Arge, ið var útvaprsstjóri og rithøvundur, og bróðir journalistin og politikaran Jógvan Arge og farbróðir tónleikaran Una Arge. Hann er exam.art. í føroyskum og norðurlendskum málum og bókmentum frá Fróðskaparseturi Føroya frá 1985 og BA í stjórnarfrøði frá Aarhus Universiteti frá 1987. Hann hevur eisini lisið journalistikk á Danmarks Journalisthøjskole í 1987. Magni Arge var stjóri í Apple- og Canon-útbýtaranum T-Mac 1990–1993, formaður í Ferðaráð Føroya 1993–1996 og stjóri í Atlantic Airways 1995–2013. Arge hevur verið nevndarformaður í Oljuvinnufelagnum síðani 1993, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag 1997–2014 og nevndarformaður í Lundin Software síðani 2014. Magni Arge hevur verið 1. varalimur hjá Tjóðveldi til danska Fólkatingið síðan 18. juni 2015, eftir at hann fekk 1 082 persónligar atkvøður á fólkatingsvalinum. Tjóðveldi hevur tann politikk, at um flokkurin fær annan limin valdan í Fólkatingið, og hesin eisini hevur sæti í Løgtinginum, so má viðkomandi velja annan sessin frá. Høgni Hoydal, ið vann fólkatingssessin í 2015, boðaði frá, at hann fór at søkja um farloyvi frá Fólkatinginum, so hann kundi hugsavna seg um valkampin til løgtingsvalið, ið skuldi vera í seinasta lagi 28. oktober 2015. Magni Arge tekur sæti í Fólkatinginum, meðan Høgni er í farloyvi. Hann varð kosin «Ársins leiðari» av Synergi í 2005. Hann er umrøddur í "Who's Who in the World" og "Kraks Blå Bog", ávikavist tí amerikonsku og donsku útgávuni av "Hvem er Hvem?". Hann hevur verið italskur konsulur í Føroyum síðan 2008. Á fólkatingsvalinum 2015 fekk hann næstflestar atkvøður á listanum hjá Tjóðveldi, ið fekk tað eina av tveimum umboðum valt. Høgni Hoydal, ið varð valdur, fór í farloyvi í juli 2015, og tá tók Magni við sum fólkatingslimur. Steve Wozniak. Stephen (ella Stephan) Gary "Steve" Wozniak, føddur 11. august 1950, eisini kendur sum "Woz", er ein amerikanskur slóðbrótari innan persónligu teldumenningina í 1970-árunum, og ein av stovnarum teldufyritøkunnar Apple Inc. Steve uppfann og tilrættarlegði einsamallur Apple I telduna í 1976, sum var teldan, ið fyrst gjørdi Apple kent í 1970-árunum. Hann átti størstan lut í Apple II telduni, har Steve Jobs sniðgav óvanliga teldukassan, og Rod Holt uppfann ta einastandandi streymveitingina. Seth Rogen spældi Steve Wozniak í filminum "Steve Jobs", ið kemur út í 2015. Steve hevði fyrr verið spældur av Josh Gad í filminum "Jobs", ið kom út í 2013. Evropeisku leikir 2015. Evropeisku leikirnir 2015 er tann fyrsta útgávan av evropeisku leikunum og varð fyriskipað í Baku, Aserbadjan í døgunum 12. juni - 28. juni. Leikirnir eru ein fleiítróttastevna, har ið ítróttafólkini umboða olympisku í Evropa. Tilsamans kappaðust umleið 6000 ítróttafólk úr 50 londum í 20 ítróttagreinum. Luttakandi tjóðir. Umleið 6 000 ítróttafólk úr 50 evropeiskum londum luttaka í fyrstu útgávuni av leikunum. Tað eru Olympisku Nevndirnar, ið fyriskipa leikunum, og tí sleppa Føroyar ikki at luttaka sum tjóð. Hesaferð sluppu tó fimm ungir svimjarar at luttaka - tó ikki undir Merkinum - á svimjikappingum á leikunum, hetta tí at Føroyar í fleiri ár hava luttikið í Evropameistarastevnuni fyri Ung (EMU), sum hesaferð altso er lagt saman við Evropeisku leikunum. Føroyskur luttakarnir vóru: Marius Ihlen Gardshodn, Ásbjørg Hjelm, Signhild Joensen, Maria Bjarnastein Antoft og Lív Erlingsdóttir Eidesgaard. Russland hevði størsta hópin við 359 ítróttafólkum. Spískamarið. Spískamarið er føroysk matmentanarsending við Gutta Winther sum verti og kokki. Spískamarið leggur dent á góðar føroyskar rávørur. Saman við Gutta vitjar hyggjarin allar 18 oyggjar í Føroyum, har hann upplivir umhvørvið og fólkini kring hesar ómetaliga góðu rávørur. Í føgru føroysku náttúruni, og í býlingum av tí gamla slagnum og úti í føroysku náttúrununi, matgerð Gutti siðbundnan føroyskan mat á ein øðrvísi, einfalda og spennandi hátt. Ætlanin er eisini, at Spískamarið skal verða víst á útlendskum sjónvarpsrásum. Fyritøkan hevur sett Allan Dalsgarð at samráðast við norðurlendskar sjónvarpsrásir um at varpa føroysku matsendingina. Spískamarið varð ikki tekstað í fyrstuni, men eftir at MBF hevði gjørt vart við trupulleikan, nevniliga, at deyv og tunghoyrd ikki kundu fylgja við í tí ið sagt varð, so blivu sendingarnar tekstaðar. Uppruni. Hugskotið til sendinga kom tá Gutti og Pætur Marjunarson Dahl sótu í Danmark fyri "nógvum árum síðani" og tosaðu um felags áhugamál teirra, ið var matsendingar. Prátið fall inn á "Ny Nordisk Mad", og vóru teir báðir á einum máli um, at um nakað veruliga var partur av slíkari matgerð so var tað Føroyar. Føroyar hava eina ríka veiðimentan og einfaldan matgerðarhátt, ið ikki er ávirkaður av útlendskari matmentan. Hetta hildu teir týða uppá ómetaligar menningarmøguleikar fyri Føroyar innan fyri norðurlendska matmentan. Tí bleiv hugtakið aftanfyri Spískamarið sera einfalt, men samstundis sera hásinnað; At endurføða føroyska matmentan fyri bæði føroyingar og restina av heiminum, við at seta rávøruna og fólkini kringum somu vøru í hásætið. Á henda hátt kundi hyggjarin uppliva føroysku matmentanina sum nýskapandi, livandi, og spennandi. Samstundis lærdi hyggjarin eisini siðvandu og ektaðu síðuna av føroysku veiðimentanini. Íblástur. Spískamarið heintar íblástur frá tí ”nýggju norðurlendsku bylgjuni” innan gastronomi, ið sambært Gutta, hevur tikið alheims matgerðina við stormi tey seinastu árini. Henda bylgja, eisini kend sum ”Ny Nordisk Mad”, hevur kollvelt norðurlendska køkin og sett hann á heimskortið. Matstovan, Noma, í Keypmannahavn og Koks í Havn eru góð dømi um júst hetta. Stuðlar. Sendingin Spískamarið verður ikki framleidd av Kringvari Føroya, hon verður stuðlað av fleiri føroyskum fyritøkum. Høvuðsstuðlar eru Atlantic Airways og Bakkafrost. Harumframt stuðla JFK og P/F Palli hjá Mariannu sendingini. Palli hjá Mariannu. Palli hjá Mariannu er ein føroysk fyritøka, ið varð stovnað í 1972. Felagið er móðurfelag hjá P/F Christian í Grótinum, ið eigur skipini Christian í Grótinum og Christian, og hjá P/F Hvalnes, ið eigur skipið Norðborg. Skinini veiða eftir uppisjóvarfiski, fyrst og fremst eftir hesum sløgum: sild, makrelur, lodna og svartkjaftur. Samlaða veiðan hjá P/F Christian í Grótinum øktist úr uml. 25.000 tonsum í 1997 til uml. 100.000 tons í 2000. Søga. Fyritøkan Palli hjá Mariannu varð stovnað í 1972 av Kristian Martin Rasmussen og pápanum Palla hjá Mariannu og svogrinum. Sama árið var tað fyrsta skipið, tann fyrsti Christian í Grótinum, kontraktaður á Skála Skipasmiðju, og varð liðugur í 1975. Í 1984 yvirtók Kristian Martin Rasmussen allan partapeningin í felagnum, og í 1992 komu synirnir Jón, Eyðun og Bogi við í felagið sum eigarar. Núverðandi Christian í Grótinum bleiv bygdur í Chile og kom til Føroyar í marts 1998. Í 2000 keypti felagið Norðborg frá Eiler og Sámal Jacobsen. Eitt ár seinni valdi felagið at keypa eitt frystiskip til at góðska vørurnar umborð. Gardar bleiv keyptur frá Inge Halstensen, fekk navnið Norðborg, og fór hon til fiskiskap í 2001. í juni 2006 valdi reiðaríið at kontrakta ein nýbygning í staðin fyri Norðborg. Talan var tá um størsta og dýrasta fiskiskip í føroyska fiskiflotanum. Skipið var bygt í 2008 og varð fyrstu ferð skrásett 14. apríl 2009. Jonathan Motzfeldt. Jonathan Jakob Jørgen Otto Motzfeldt (25. september 1938 í Qassimiut í Qaqortoq Kommunu – 28. oktober 2010 Nuuk) var ein grønlendskur politikari og prestur. Hann var sonur fangaran Søren Motzfeldt (deyður 1984) og Kirsten Motzfeldt, fødd Klemmensen (deyð 1979). Hann giftist hin 9. august 1992 við Kristjana Guðrún Guðmundsdóttir, fødd 15. februar 1951 í Reykjavík. Jonathan Motzfeldt var ein týðandi persónur og politikari, ið var við til at menna Grønland. Hann tók læraraprógv frá Illinniarfissuaq (Grønlands Seminarium) í Nuuk 1960, Exam.theol. frá Københavns Universitet 1966. Hann var prestur í Alluitsup Paa, (danskt navn: Sydprøven) í Qaqortoq Kommunu (danskt navn: Julianehåb) 1966-69, prestur í Qaqortoq býi og Prestagjald 1969-79. IHF Emerging Nations Championship 2015. IHF Emerging Nations Championship 2015 var tann fyrsta útgávan av IHF Emerging Nations Championship, og varð fyriskipað av International Handball Federation (IHF). Kappingin varð hildin í Kosovo, frá 20 til 26. juni. Tilsamans 16 tjóðir luttóku í kappingini, ið varð hildin í Pristina og í Gjakova. Føroyar vunnu kappingina. Innleiðandi umfar. Tvey tey ovastu liðini úr hvørjum bólki koma víðari til endaspælið. Miðlar. RTV21 stroymaði allir Kosovo-dystir og finaluna og dystin um triðjaplássið. John de Lancie. John Sherwood de Lancie, Jr. (føddur 20. mars 1948) er amerikanskur sjónleikari, framleiðari, tónleikari, rithøvundur. Hann hevur spælt í fleiri afturvendandi leiklutum í amerikonskum sjónvarpsrøðum, eitt nú Q í ', ', og ', Frank Simmons í "Stargate SG-1", Donald Margolis í "Breaking Bad", og Discord í '. Hans Gammeltoft-Hansen. Hans Gammeltoft-Hansen (føddur 21. februar 1944 í Keypmannahavn) var Fólkatingsins Umboðsmaður í tíðarskeiðnum 1987-2012 og gjørdist m.a. kendur í almenniniginum av hansara viðgerð av Tamilmálinum. Í 1970 varð hann útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet, har hann var í starvi sum adjunktur í rættargongd (da: procesret) frá 1972 til 1974. Í 1973 fekk hann licentiatgrad afturat kandidatútbúgvingini, og í 1976 gjørdist hann doktari í løgfrøði. Frá 1977 fekk hann professaraheitið í rættarvísund. Han var formaður fyri Juridisk Forening í Keypmannahavn frá 1984 til 2010. Í 2009 gjørdist han Kommandørur av 1. grad av Dannebrog, í 2011 fekk hann "Dannebrogordenens Hæderstegn". Hann hevur eisini móttikið Takksemismedaljuna (Albania). Kanningarstjóri í Eysturoyartunnilsmálinum. Í 2013 avgjørdi Føroya Løgting at seta í verk eina kanning av leiklutinum hjá løgmanni Kaj Leo Holm Johannesen og hjá fyrrverandi innlendismálaráðharranum, Kára P. Højgaard, um teirra handfaring av málinum um Eysturoyartunnilin, ið eftir ætlan skuldi gerast av donsku fyritøkuni CIP. Tunnilsætlanin gjørdist ikki til nakað. Løgtingsformansskapurin setti Hans Gammelt-Hansen sum kanningarleiðara. Í juni 2015 varð úrslitið av kanningin lagt fram alment. Úrslitið varð, at bæði løgmaður og fyrrverandi landsstýrismaðurin høvdu broti lógina um ábyrgd landsstýrismanna, løgmaður við at siga ósatt fyri Løgtinginum um sín leiklut í avtalununi um Break Fee, Kári P. Højgaard, tí at hann afturhelt útrokningar frá Landsverki, ið vístu, at privata tunnilsætlanin fór at gerast munandi dýrari enn fyrr mett. Upprunaliga metingin segði 800 milliónir, nýggja metingin hjá Landsverk segði 1,9 og 3 milliardir krónur. Gammeltoft-Hansen metti tó, at løgmaður hevði heimild til at gera avtaluna við CIP um Break-Fee. Løgmaður og Løgmansskrivstovan sendu út tíðindaskriv og løgdu tað á heimasíðuna hjá Løgmansskrivstovuni, samstundis sum Gammeltoft-Hansen legði fram niðurstøðurnar av kanningini, yvirskriftin var "Ikki grundarlag at reisa ákæru móti løgmanni". Í tíðindaskrivinum segði løgmaður m.a. "-Ein byrða er lyft av mínum herðum. Fyrst av øllum fegnist eg um, at kanningarstjórin staðfestir, at tað rættarliga ikki er grundarlag fyri at fara víðari við málinum. Eg eri glaður um, at hvør steinur er vendur í málinum. Hetta hevur persónliga verið ein trupul og tyngjandi tíð, sum nú er av..." "Hans Gammeltoft-Hansen mælir í niðurstøðu síni til, at Løgtingið endar málið um Eysturoyartunnilin við at geva løgmanni eina átalu fyri at hava brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna fyri at geva skeivar upplýsingar í Løgtinginum." "- Eg taki sjálvsagt átaluna til eftirtektar. Tað var og er framvegis mín fatan, at eg ikki gjørdi avtaluna við CIP" "Nei eg havi ikki logið fyri Løgtinginum, eg havi í góðari trúgv og eftir bestu sannføring givið upplýsningar sum Gammeltoft metir eru skeivir." "Nei at geva skeivar upplýsningar er ikki at lúgva." "Eg vil hervið biðja Føroya Løgting um umbering fyri at geva løgtinginum skeivar upplýsingar." "Eftir at hava lisið drúgvu frágreiðingina hjá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra, ásanni eg, at mítt orðaval um ongan leiklut at eiga í break-fee avtaluni var óheppið og ikki rætt." "Tað harmist eg ómetaliga nógv um." Nógv rumbul stóðst av kanningarúrslitunum hjá Gammeltoft-Hansen. Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, noktaði at kalla tingið saman. Hann ætlaði sær onki at gera við málið. Andstøðan hevði longu í oktober 2013 reist misálit móti løgmanni í hesum sama máli, men samgongan vardi løgmann og feldi misálitið, so andstøðan metti, at nú lá bólturin hjá samgonguni. Samstundis sum nógv rumbul var um kanningarúrslitið, fór løgmaður av landinum til Oyggjaleikir á Jersey, síðan hevði hann ætlanir um at súkkla úr Danmark til París við Team Rynkeby og síðan halda summarfrí. Sambandsflokkurin valdi at bíða til august, til løgmaður er komin aftur, at viðgerða spurningin, hvørt hann skal halda fram sum formaður í flokkinum ella ikki. Gammeltoft-Hansen mælti til, at Løgtingið fór í gond við at gera nýggjar mannagongdir, har ið Løgtingið kann geva landsstýrisfólkum ella løgmanni eina hvassa átalu, eina sonevnda nøs, ið er vanligt í Fólkatinginum. Tónleikari. Privat er Hans Gammeltoft-Hansen floytuleikari og limur í Københavns Kammerensemble, ið hevur útgivið kamartónleik á CD og hevur havt framførslur ymsastaðni.. Badminton á Oyggjaleikum 2015. Badminton, á Oyggjaleikum 2015, verður leikt í New Gilson Hall. Høllin er í Saint Martin, Jersey. Leikirnir vóru settir 27. juni, badmintonkappingarnar verða leiktar frá 28. juni til 3. juli 2015. Frælsur ítróttur á Oyggjaleikum 2015. Frælsur ítróttur, á Oyggjaleikum 2015, varð hildin á FB Athletics Track frá 27. juni til 3. juli 2015. Frummongd. Í støddfrøði er frummongd allir lutir el. tøl, sum ein funksjón virkar á eftir x-ásini, meðan samsvarandi virðismongdin er øll funksjónsvirði eftir y-ásini í einari krossskipan. Frummongd er so statt øll x-virði sum ganga inn í funksjónina, sum hava síni samsvarandi y-virði, ið eru liðir í virðismongdini av somu funksjón f, skrivað Vm(f). Funktsjónarinnar f frummongd verður skrivað Fm(f). Polynom á øðrum stigi. Eitt polynom á øðrum stigi er eitt polynom har ið brigdilin x hevur ein stigvísa í 2., sum har við hevur forskriftina Har ið a, b og c eru talvirði, og a ikki er null, tí annars er talan um linjurætta funksjón. Grafurin fyri eina linjurætta funksjón er linjurøtt, meðan grafurin fyri eitt polynom á øðrum stigi er ein parabil. Eitt polynom á øðrum stigi hevur eins og linjurættar funskjónir fleiri nýtslumøguleikar innan búskap, byggifrøði, o.s.fr. Sosialistiska samveldislýðveldið Jugoslavia. Socijalistička Federativna Republika Jugoslavija (føroyskt: SSL Jugoslavia) var tað Jugoslavia, ið var til frá seinna helmingi av seinna heimsbardaga (1943) til landið varð býtt sundur í 1992. Stjepan Mesić var seinasti forseti í landinum. Gullkálvurin. Gullkálvurin er sambært Bíbliuni ein skurðgudarkálvur av gulli, ísraelsfólk skapaði í oyðimørkini og byrjaði at dyrka, tí tað ótólnaðist meðan Móses var burturstaddur í Sinai. Tá ið Móses kom aftur av fjallinum og sá skurðgudin, oyðilegði Móses hann. Í eysturlendskari mentan var vanligt at dyrka tarvar tá í tíðini, og til dømis merkir bíbliska navnið Lea kúgv. Sangurin "Gullkálvsvalsurin" eftir Kára P. brúkar gullkálvin sum myndamál og m.a. er niðurlagið "Vit dansa um gullkálvin dag eftir dag", sum kann tulkast sum at tilbiðja ríkidømi sum ein gud. Friedrich Nietzsche. Friedrich Wilhelm Nietzsche (borin í heim 15. oktober 1844, andaðist 25. august 1900) var máttmikil týskur heimspekingur, sum livdi og var virkin í 1800-talinum. Friedrich fanst tíðum at siðreglum menniskjunnar, samfelagsins átrúnaði, herundir serliga kristindómi í Evropa, heimspeki og vísindum. Friedrich er millum annað kendur fyri sín serstaka skrivihátt við nógvum fyndarorðum. Friedrich ávirkaði nógv nýggju tilverustevnuna innan heimspeki og bókmentir í Týsklandi og Fraklandi, ið royndi at varpa ljós á grundkor og umstøður undir tilveru menniskjunnar. Seinni ávirkaði hann eisini sokallaða postmodernismuna. Guttorm Sørensen. Guttorm Sørensen (føddur 1968) er rennari og venjari fyri Treysti. Hann hevur føroyska metið í 10.000m renning frá Oyggjaleikum 1993 á Isle of Wight við tíðini 31.55,22 Svimjing á Oyggjaleikum 2015. Svimjing á Oyggjaleikum 2015, var hildin á Les Quennevais Sports Centre and Playing Fields í Saint Brélade, Jersey. Kappingarnar vóru í døgunum 29. til 2. juli 2015. Kappingarnar eru á stuttgeil (25 m). Hitastigaumrokning. Á myndini eru teir vanligastu átta stigarnir samanbornir grafiskt. Við eini loddrættari striku kanst tú samanbera tølini á øllum stigunum. T.d. vísa bláu strikurnar, at vatn frystir við 273,15 K  =  0 °C  =  32 °F  =  491,67 °Ra  =  0 °Re  =  0 °N  =  7,5 °Ro  =  150 °D, og reyðu strikurnar vísa, at vatn kókar við 373,15 K  =  100 °C  =  212 °F  =  671,67 °Ra  =  80 °Re  =  33 °N  =  60 °Ro  =  0 °D. Umrokning. Í talvuni sæst, hvussu ein roknar frá einum stiga til ein annan. Til ber eisini at brúka lidnar umroknarar á netinum. Eisini er meiri um hvønn stiga í greinini um hann. Signhild Joensen. Signhild Dánjalsdóttir Joensen (fødd 14. november 2000) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og Føroyska svimjilandsliðið. Hon hevur vunnið gull, silvur og bronsu á Oyggjaleikum. Hon hevur fleiri ferðir sett føroysk met. Danish Open 2017. Signhild luttók á Danish Open í apríl 2017 saman við øðrum føroyskum svimjarum. Danish Open 2016. Signhild luttók á Danish Open í apríl 2016 saman við fleiri øðrum føroyskum svimjarum. Tey fingu sera góð úrslit og settu fleiri nýggj føroysk met. Signhild setti nýtt føroyskt senior- og juniormet í 50 metrum rygg, fyrst juniormet i innleiðandi við tíðini 30.50, og síðan betraði hon um juniormetið og setti seniormet í finaluni við tíðini 30.07. Hon gjørdist tó ov stutt til heiðursmerki men gjørdist nummar fýra. Í 100 m rygg varð hon kolldømd í finaluni, av tí at hon kavaði heilt undir, beint áðrenn hon kom á mál. Hon setti nýtt føroyskt met (junior og senior) í innleiðandi riðlunum í 100 rygg við tíðini 1:04.54. Tíðin rakk eisini til eina gullnál. Bogaskjóting á Oyggjaleikum 2015. Bogaskjóting á Oyggjaleikum 2015 varð hildin frá 29. juni–2. juli 2015 á Jersey Rugby Club í Saint Peter, Jersey. Skjóting á Oyggjaleikum 2015. Skjóting á Oyggjaleikum 2015, fór fram á Crabbe Fullbore, Lecq ABT, Lecq Skeet, Jersey í døgunum frá 27. juni til 3. juli 2015. Jersey vann kappingina við 20 gull, 15 silvur og 4 bronsuheiðursmerkjum. Gotland gjørdist nummar tvey og Isle of Man nummar trý. Føroyar fingu 2 gull heiðursmerki og endaðu á 10. plássi. Triatlon á Oyggjaleikum. Triatlon er ein av ítróttagreinunum á Oyggjaleikum. Kappingarnar hjá kvinnum og monnum komu við í leikskránna fyri fyrstu ferð á Isle of Man í 2001. Triatlon hevur verði við á fleiri leikum síðan, tó ikki á øllum leikum. HM í fótbólti fyri kvinnur 2015. HM í fótbólti fyri kvinnur 2015 var tað sjeynda HM í fótbólti fyri kvinnum. Í mars 2011 varð Kanada valt til vertstjóð.. Simbabvi var tað einasta landið umframt Kanada, ið søkti um at vera vertur fyri HM endaspælið í kvinnufótbólti, men tók seg aftur 1. mars 2011. USA gjørdist heimsmeistari við einum finalusigri móti fyrrverandi meistarunum úr Japan, meðan Ongland gjørdist nummar trý. Kvalifiseraði lið. Tann seinasti almannakunngjørdi FIFA listin yvir alheimsplaseringar (ranking), áðrenn kappingin byrjaði (mars 2015) verður víst í klombrum. Tour de France 2015. Tour de France 2015 er tann 102. útgávan av Tour de France. Kappingin byrjaði í Utrecht í Niðurlondum 4. juli 2015 við einum einkultstarti. Tour de France 2014. Tour de France 2014 var tann 101. útgávan av Tour de France. Tað byrjaði 5. juli í Leeds, Stórabretland, og endaði hin 27. juli í Paris, Frakland. Lið. Øll 18 lið í Proteam bólkinum hjá UCI høvdu rætt til og skyldu til at luttaka í súkklukappingini. Fýra UCI Professional Continental lið vóru eisini boðin við. Áðrenn kappingin byrjaði vóru Chris Froome, Alberto Contador og Vincenzo Nibali millum favorittarnar at gerast vinnarar av øllum teinunum tilsamans. Froome mátti gevast á teini 5 orsakað av falli, og Contador var úti fyri tí sama á teini 10, eftir at hann breyt beinið í einum falli. Týski súkklarin Jens Voigt kappaðist á sínum seytjandu og seinastu kapping. Klassifikatión leiðsla. Tað eru fýra ymiskir flokkar, ið kappast verður um á Tour de France 2014, umframt liðkappingina. Tað týdningamesta er tann Generalla klassifikatónin, ið verður útroknað við at leggja saman tað tíð, ið tað tekur at gjøgnumføra hvønn einstakan. Tann súkklarin ið hevur brúkt minst tíð, er førarin í kappingini, og verður at síggja í tí eyðkendu gulu troyggjuni. Vinnarin av hesi klassifikatión verður sagdur at vera vinnarin av Tour de France. Í 2014, var onki tíðarbonus latið. Edmund Hillary. Sir Edmund Percival Hillary (20. juli 1919 - 11. januar 2008) var ein nýsælendskur fjallaklintrari, rannsóknarmaður og góðgerðarfólk. 29. mai 1953 gjørdist Edmund saman við Tenzing Norgay fyrstu fjallamenn at røkka toppin av Mount Everest. Edmund varð nevndur ein av 100 mest týðandi persónum í 20. øld av amerikanska tíðarritinum "Time". Edmund gjørdist áhugaður í fjallaklintring tá hann gekk í framhaldsskúla. Fyrsta avbjóðandi fjallið, ið hann klatraði var 1.933 metra høga Mount Olliver í Nýsælandi. Sum partur av "Commonwealth Trans-Antarctic" ferðalagnum náddi hann Suðurpólin til fóts í 1958. Seinni náddi hann eisini á Norðurpólin, og gjørdist tí fyrsti maður í heiminum, ið hevði verið á báðum pólunum og heimsins hægsta fjalli. Eftir at Edmund hevði verið á Everest, stovnaði hann pengagrunnin Himalayan Trust, ið stuðlaði Sherpa fólkinum í Nepal. Hetta var eitt hjartamál, ið lá honum sera nær, og arbeiddi hann við tí restina av lívi sínum. Í gjøgnum pengagrunnin bygdi Edmund fleiri skúlar og sjúkrahús í Nepal. Edmund var hermaður undir seinna heimsbardaga, har hann var stýrimaður í the Royal New Zealand Air Force. Carlos Santana. Carlos Santana, føddur 20. juli 1947, er ein meksikansk-amerikanskur tónleikari. Hann gjørdist kendur síðst í 1960-árunum og fyrst í 1970-árunum við tónleikabólki sínum Santana, ið spæla blanding av rokk- og latínamerikanskum tónleiki. Bólkurin helt fram við at spæla men varð ikki sera væl umtikin aftur fyrr enn síðst í 1990-árunum. Í 2003 valdi tónleikatíðarritið "Rolling Stones Magazine" Carlos Santana sum nummar 20 av 100 bestu gittaristum nakrantíð. Carlos hevur vunnið 10 Grammy-virðislønir og 3 Latin Grammy-virðislønir. Chris Froome. Christopher Froome (føddur 20. mai 1985) er ein bretskur professionellur landavegssúkklari og vinnari av Tour de France 2013, 2015, 2016 og 2017 og av Vuelta a España 2017. Hann súkklar fyri UCI Pro-Liðið. Hann vaks upp í Kenja og Suðurafrika, hann hevur súkklað síðan 2008 undir bretskum lisensi grundað á hansara pass og á føðistaðið hjá pápa hansara og ommu og abba hansara. Tour de France. Tour de France er ein árlig súkklukapping við fleiri teinum, ið fyrst og fremst verður hildin í Fraklandi, men av og á verður eisini súkkla gjøgnum grannalond. Tour de France varð fyrstu ferð fyriskipað í 1903 fyri at økja um søluna av tíðarritinum "L'Auto"; kappingin verður í løtuni fyriskipað av Amaury Sport Organisation. Kappingin hevur verið hildin hvørt ár síðan fyrstu útgávuna í 1903 burtursæð frá tær ferðirnar ið hon varð støðgað orsakað av teimum báðum heimsbardøgunum ("1915-1919; 1940-1947"). Høvuðskappingin - Generella klassifikatiónin. Høvuðskappingin, har ið vinnarin fær gulu troyggjuna, er tann elsta kappingin í Tour de France, og tann kappingin, ið teir flestu súkklararnir ynskja at vinna. Tað verður tikið tíð á øllum teinunum líka til teinurin er komin at enda. Tíðin hjá súkkaranum verður løgd saman við undanfarnu teinum; soleiðis at súkklarin við tí styttsti samlaðu tíðini er førarin av kappingini. Førarin verður funnin eftir at hvør teinur er komin at enda. Førarin av kappingini fær rættin til at lata seg í gulu troyggjuna. Troyggjan verður handað til føraran á einum sigurspalli í býnum, har ið málið á teininum var. Um súkklarin vinnur meira enn eina kapping ið gevur eina troyggju, so verður hann ílatin "maillot jaune", eftirsum høvuðskappingin er tann týdningarmesta í kappingini. Førarin kann skifta eftir hvønn tein. Fjallakappingin. Fjallakappingin er tann næstelsta kappingin í Tour de France, ið gevur vinnaranum eina troyggju. Fjallakappingin varð løgd afturat Tour de France í 1933 útgávuni og varð fyrstu ferð vunnin av Vicente Trueba. Vinnarin fær eina prikkuta troyggju, ið er hvít við reyðum prikkum. Sviar á Tour de France. Endaliga støðan sæst í klombrunum. (-) merkir ongin plasering í samandráttinum. Jakob Fuglsang. Jakob Diemer Fuglsang (føddur 22. mars 1985) er ein danskur professionaellur kappsúkklari fyri UCI ProTeam. Fuglsang vann Danmark Rundt trý ár á rað (2008, 2009, og 2010). Hann vann eisini Tour of Slovenia í 2009 og Critérium du Dauphiné í 2017 og 2019. Hann vann silvur á Summar-OL 2016. Úrslit. WD = Tók seg úr kappingini; IP = Í gongd André Greipel. André Greipel (føddur 16. juli 1982) er ein týskur professionellur kappsúkklari innan landavegssúkkling, ið kappast fyri UCI World Tour liðið. Vincenzo Nibali. Vincenzo Nibali (føddur 14. november 1984) er ein italskur professionellur kappsúkklari, ið verður mettur at vera ein av heimsins sterkastu teinasúkklarum í dag (2015). Hann kappast fyri kasakstanska UCI ProTeam liðið. Størstu úrslit. Tíðarlinja yvir úrslit í høvuðskappingini í Grand Tour WD = Tók seg úr kappingini; IP = Í gongd Rörum. Rörum er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki. HM í fótbólti 2018. HM í fótbólti 2018 er tann 21 heimsmeistaraskapurin í fótbólti hjá monnum. Fótbóltskappingin fer fram í døgunum millum 14. juni og 15. juli 2018 í Russlandi. Tað er um fyrstu ferð í søguni, at HM í fótbólti verður hildið í økinum hjá fyrrverandi Sovjetsamveldinum og fyrstu ferð síðan 2006, at HM í fótbólti verður hildið í Evropa. Finalukappingin fevnir um 32 landslið, teirra millum vertstjóðina. Finalan verður spæld í Moskva á Luzhniki Stadion. Lutakast. Lutakastið varð hildið hin 1. desember 2017, klokkan 18:00 (Moskva-tíð), á State Kremlin Palace í Moskva. Tey 32 liðini vórðu trekt í otta bólkar við fýra liðum. Støðislega hjá liðunum. Hóparnir hjá teimum 32 ymisku liðunum fara at vera á einari ávísari støðislegu (Base camps), har tey fara at venja og uppihalda sær áðrenn og undir HM. Hin 9. februar 2018 kunngjørdi FIFA støðislegurnar hjá hvørjum einstøkum liði. Ísakur. Ísakur var, sambært Bíbliuni og Koranini, næstelsti sonur Ábrahams, og einasti sonur, Ábraham fekk við konuni Sáru. Sambært Fyrstu Mósebók var Ábraham 100 ára gamal og Sára 90 ára gomul, tá ið tey áttu Ísak. Guð bað Ábraham ofra Ísak á altari, tað gjørdi Ábraham, men eingil forðaði honum í evstu løtu. Ísakur var faðir Jákups og Esau. Kvalifikatión til HM í fótbólti 2018 (UEFA). Kvalifikatiónin til HM í fótbólti 2018 varð frá september 2016 til 14. november 2017. Vertslandið Russland er automatiskt kvalifiserað. Fótbóltskappingin fann fram til hini 13 liðini, ið saman við vertslandinum Russlandi, skuldu umboða Evropa til endaumfarið í 2018. Tilsamans 52 UEFA limalond kappaðust um at koma við til endaumfarið. Gibraltar var ikki við, tí at landið ikki er limur í FIFA. Undanskipan. Lutakastið fór fram hin 25. juli 2015 klokkan 18 (Moskva tíð) í Sankta Pætursborg. Ranking av liðum á øðrumplássi. Tá ið lutakastið fór fram var eitt lið minni í bólkunum H og I, og tí varð tað kunngjørt, at dystir móti liðum á síðstaplássi í bólkunum ikki taldi við í ranking av liðum á øðrumplássi. UEFA hevur váttað, at sjálvt um Kosovo og Gibraltar seinni fingu loyvi at luttaka í kappingini, so vórðu reglarnir ikki broyttir, og dystir móti liðnum á síðsta plássi í bólkinum telur tí ikki við í rankingini av liðum á øðrumplássi. Orsakað av hesum verða tað bert átta dystir hjá hvørjum liði, ið telja við í yvirlitinum yvir lið á øðrumplássi. Annað umfar. Lutakastið til annað umfar (play-offs) varð hildið í oktober 2017, efter at fyrsta umfar (bólkaspælið) var liðugt. Dystir. Teir fyrstu dystirnir vórðu spældir 9. til 11. november, returdystirnir vórðu spældir 12. til 14. november 2017. Kvalifiseraði lið. Hesi lið frá UEFA hava kvalifiserað seg til HM-endaspælið. Løgtingsvalið 2015. Løgtingsvalið 2015 til Føroya Løgting varð týsdagin hin 1. september 2015. Táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, útskrivaði valið ólavsøkudag 29. juli 2015. Úrslitið av valinum var, at andstøðan vann valið, samgongan tapti. Javnaðarflokkurin gjørdist størsti flokkur við 8 tinglimum, tveir fleiri enn á valinum í 2011. Tjóðveldi fekk 7 tinglimir, ein fleiri enn í 2011, Sjálvstýrisflokkurin fekk eisini ein tinglim afturat. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin mistu tveir limir hvør, Miðflokkurin varðveitti sínar tveir tinglimir, tað sama gjørdi Framsókn. Kaj Leo Holm Johannesen vildi ikki leggja frá sær sama kvøld, sum valið var, men seinnapartin dagin eftir, legði hann frá sær sum løgmaður og gav rættin til at skipa nýggja samgongu víðari til Aksel V. Johannesen. Landsstýrið verður skipað. Andstøðuflokkarnir vunnu løgtingsvalið við 19 tinglimum, meðan stjórnarflokkarnir fingu 14 limir. Javnaðarflokkurin gjørdist størsti flokkur við 25,1% av atkvøðunum og eini framgongd á 7,3%, ið gav flokkinum 8 tinglimir. Formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen, setti met í persónligum atkvøðum, hann fekk 2405 personligar atkvøður, ið er tað hægsta nakrantíð til eitt løgtingsval í Føroyum. Kaj Leo Holm Johannesen hevði samráðingarrættin, men dagin eftir valið valdi hann at geva samráðingarrættin frá sær og fara frá sum løgmaður. Hann var tó virkandi løgmaður, til nýggjur løgmaður varð tilnevndur. Allir floksformenn fóru til samrøðu við løgtingsformannin Jógvan á Lakjuni og søgdu honum frá, hvønn floksleiðara ið teir peikaðu á. Allir uttan Jørgen Niclasen peikaðu á Aksel V. Johannesen til samráðingarleiðara, Jørgen Niclasen peikaði á Høgna Hoydal, meðan Høgni Hoydal ikki vildi peika á seg sjálvan. Sambært Jørgen Niclasen tordi Høgni Hoydal ikki at gerast partur av eini fullveldissamgongu, men sambært Høgna Hoydal var Jørgen Niclasen komin í síðstu løtu og hevði sagt, at hann vildi peika á Høgna Hoydal sum samráðingarleiðara, men hevði onki nevnt um nakra fullveldissamgongu. Høgni Hoydal segði, at flokkur hansara fór at halda vallyftið um at nú skuldu andstøðuflokkarnir stjórna Føroyum. Nýtt Sjálvstýri fór úr samgongusamráðingunum. Teir fýra flokkarnir, ið sótu í andstøðu áðrenn løgtingsvalið: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri fóru í samráðingar um nýtt landsstýri, og hesar samráðingar gingu gott til 9. september, tá ið Nýtt Sjálvstýri fór burturúr samráðingunum og segði, at flokkurin ikki vildi vera við longur. Høvuðsorsøkirnar vóru sambært floksformanninum Jógvan Skorheim, at flokkur hansara ynskti, at ætlanirnar um broytingar í hjúnabandslógini skuldu út til fólkaatkvøðu, men tað ynsktu hinir flokkarnir ikki. Sambært Skorheim ynsktu hinir flokkarnir at tað skuldi staðfestast í samgonguskjalinum, at hjúnabandslógin skuldi broytast, soleiðis at samkynd pør skuldu fáa loyvi at giftast borgarligt. Nýtt Sjálvstýri var heldur ikki á einum máli við hinar flokkarnar um kollveltandi broytingar í fiskivinnuni. Sambært Skorheim, ynsktu teir tríggir flokkarnir at allar fiskikvotur framyvir skuldu seljast á uppboðssølu, men tað vildi Nýtt Sjálvstýri ikki ganga við til. Skorheim segði við tíðindini hjá Kringvarpinum, at tað serliga var Framsókn, ið Nýtt Sjálvstýri var ósamt við viðvíkjandi kollveltandi broytingum í fiskivinnuni. Atkvøðubýti eftir valstaði og flokki. Tað vóru 58 valstøð í Føroyum á løgtingsvalinum 2015, á løgtingsvalinum 2011 vóru 60 valstøð, bygdirnar Gásadalur og Bøur eru niðurløgd som valstøð, fólk hagani atkvøða nú í Sørvági. Størsti valstaður var Tórshavn, har ið 12.464 høvdu valrætt, Havnin telur eisini Hoyvík, men ikki Argir, ið hevur egnan valstað. Klaksvík var næststørsti valstaður, 3.606 høvdu valrætt har. Til ber at sortera í talvuni niðanfyri við at trýsta á pílarnar útfyri atkvøðurnar ella %, trýst tvær ferðir, um tú vilt hava hægta tal at standa ovast fyri ein ávísan flokk. Ref/doc. This documentation is for the, and templates. The "note" templates place notes into an article, and the "ref" templates place labeled references to the notes, with the labels normally hyperlinks for navigating from a ref to a corresponding note and back from the note to the ref. The "label" pair of templates are similar to the pair without the "label" name, but with more features. The links and backlinks are identified internally by combining the specified parameters. The templates accepts a number of unnamed parameters identified by their position. It also accepts a named parameter (named "noid") which is deprecated since its introduction. The first parameter of is a label that has to be used for the parameter of the corresponding. The label is used to form the fragment identifier for the footnote link and back link. The second parameter of is the footnote reference marker, shown as a superscript. The easiest choice is to make these two the same, but this is not a requirement. If the second parameter is not supplied, the marker is a superscripted external link of the form ["n"]. "id". Identifier for a note and its back link (mandatory). This is the only mandatory parameter for and couple, which can be used to add simple footnotes. Every pair of and, as well as every pair of and, should have unique identifiers. This applies even if two references pointing to the same footnote are desired. (Correct method of implementing this feature is illustrated further below.) Duplicate identifiers generate invalid code, to which web browsers react differently. Some browsers report errors, while others may randomly keep one "id" and discard others silently. In all cases, however, navigation between some footnote marks and their body texts does not work as desired. See. "label". There is no mandate to include this parameter in both ref and note portion at the same time. In fact, there may be the need to do the opposite. This example shows how to use and to link multiple footnote markers of the same appearance to the same footnote. "backlink". A with a "backlink" cannot connect to a. Likewise, a with a "backlink" cannot connect to a. This parameter ("backlink") also accepts the special value "none" (without quotation marks), which causes a caret to appear where is placed. "text". In all previous examples, the body text of a piece of footnote was inserted outside or template. However, it is possible to insert the body text inside the template, in place of "text" parameter. Everything put inside "text" parameter glows when the user clicks on the footnote mark. In the example below, try clicking on S and T and see the difference. Since the footnote body text starts without a delimiter after this string, there is a caveat: If the footnote body text start with a lowercase letter, the first word may be attached to the back link. (For more info, see.) noid=noid. Deprecated parameter – Suppresses back linking from note component to ref. In case of, an active hyperlink still appears, although it is broken. This parameter was originally meant to alleviate the problem of connecting many ref tags with the same ID to one note tag with that ID. However, it only replaces one form of broken code with another. Consider using instead, which does not generate any back link unless configured to do so. There must always be one and only one note template for every ref template with the same "id". Unique ID issue. As explained earlier, the "id" parameter for every - pair should be unique. The following example shows what happens when two refs use the same "id". Try navigating from bulleted text to footnotes and back. Alternative referencing style. Using ref/note tags is not the only way to create footnotes. Cite.php is currently the preferred method of creating footnotes, especially when the number of footnotes increases and the size of the article (or the area in which footnotes are used) grows. Ref converter can convert ref/note tags to the newer Cite.php style. Also see examples and explanation in Footnote3. Dietrich Bonhoeffer. Dietrich Bonhoeffer í august 1939 Dietrich Bonhoeffer (* 4. februar 1906 í Breslau í Týsklandi, † 9. apríl 1945 í konsentratiónsleguni í Flossenbürg í Týsklandi) var týskur lutherskur gudfrøðingur, týðandi talsmaður fyri játtandi kirkjuna og tók lut í týsku mótstøðuni móti nationalsosialismuni. Longu sum 24 ára gamal var Bonhoeffer skikkaður at undirvísa á lærdum háskúla, og eftir at hava búð uttanlands gjørdist hann universitetslærari í evangeliskari teologi í Berlin og ungdómsreferantur í felagsskapinum, sum skuldi blíva Økumeniska ráð kirkjunnar. Frá 1933 og frameftir tók hann alment støðu ímóti nationalsosialistisku forfylgingini av jødum og fór uppí kirkjustríðið ímóti teimum týsku kristnu og ariarparagraffini. Frá 1935 skipaði hann fyri einum prestaskúla fyri játtandi kirkjuni í Finkenwalde, ið seinni gjørdist ólógligur, men hann helt á til 1940. Uml. 1938 fór hann uppí mótrørðsluna fyri Wilhelm Franz Canaris. Í 1940 fekk hann taliforboð og í 1941 skriviforboð. 5. apríl í 1943 varð hann settur í fongsul, og tvey ár seinni varð hann eftir boðum frá Adolf Hitler avrættaður sum ein tann seinasti av mótstøðurørðsluni, ið var settur í samband við atsóknina hin 20. juli 1944. Í mun til hansara lærarar legði Bonhoeffer dent á nærveruna hjá Jesusi Kristi í altjóða kristna felagsskapinum, týdningin av fjallaprædikuni, eftirfylgjan av Jesusi og samsvar millum trúgv og gerðir; nakað hann sjálvur var fyrimynd í, serliga undir nationalsosialismuni. Í hansara fongsulsbrøvum menti hann týdningarmiklar, um ófullfíggjaðar, tankar um eina framtíðar útrættan av kirkjuni við samanhaldi úteftir við teimum fátøku, og eina óreligiøsa tulking av bíbliuni, kirkusiði og gudstænastu. Gladsax. Gladsax er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 143 í 2010. Skanör med Falsterbo. Skanör med Falsterbo er ein býur í Vellinge kommunu í Svøríki. Býurin hevur 6 937 íbúgvar (2010). Simon Pegg. Simon Pegg (føddur 14. februar 1971) er enskur sjónleikari. Łobez. Łobez er ein býur í Póllandi, sum hevur umleið 10 066 íbúgvar (2019) og varð grundaður í 1275. Býurin er ein partur av Stettin stórbýarøki. Łobez er høvuðssæti fyri amtið Powiat łobeski. Łobez liggur við ánna Rega, 83 km frá týska markinum, 190 km frá Berlin og 94 km frá havnabýnum Świnoujście, som hevur ferjuleiðir til Keypmannahavn og Ystad. Sleppið Grindini 2015. Sleppið Grindini 2015 er ein herferð, ið Sea Shepherd Conservation Society førir í Føroyum í tíðarskeiðnum frá 15. juni til oktober 2015. Endamálið við herferðini er at forða fyri grindadrápi í Føroyum. Í 2014 førdi sami felagsskapur eina líknandi herferð, ið nevndist GrindStop 2014 og vardi frá umleið 15. juni 2014 til 1. oktober 2014. Í 2014 komu fleiri hundrað sjálvboðin frá Sea Shepherd, ið skiftust um at halda vakt við allar 23 hvalvágir í Føroyum hvønn einasta dag og í øllum veðri. Herðferðin hjá Sea Shepherd í 2014 førdi til nógv kjak í Føroyum, og hevði eitt nú ta avleiðing, at Føroya Løgting samtykti ymiskar broytingar í grindalógini, ið bleiv herd munandi, tá ið talan er um revsing fyri brot á grindalógina. Myndugleikarnir fingu størri heimildir til at afturhalda fólki, ið órógva einum grindadrápi, hesi kundu eftir nýggju lógini afturhaldast í upp til 24 tímar. Løgreglan fekk eisini heimild til at geva nógv størri bøtur fyri brot á grindalógina, enn talan fyrr hevði verið um. Í 2014 fingu fólk, ið órógvaðu grindadrápið á Sandi hin 30. august 2014, bert 1000 krónur í bót. Nýggja grindalógin gav heimild til, at fólk ið órógva ella royna at forða fyri grindadrápi, kunnu fáa upp til 25.000 krónur í bót. Samuel Beckett. Samuel Barclay Beckett (; føddur 13. apríl 1906, deyður 22. desember 1989) var ein írskur rithøvundur. Hann búði í Paris meginpartin av vaksna lívi sínum. Hann skrivaði bæði á enskum og fronskum. Beckett verður mettur at vera ein av teimum rithøvundum, ið hevur havt størsta ávirkan á aðrar rithøvundar í 20. øld. Hann verður mettur at vera ein av teimum seinastu modernistunum, men eisini sum ein av teimum fyrstu post-modernistunum. Hann fekk Nobelvirðislønin í bókmentum í 1969. Føroyar á HM í svimjing 2015. Føroyar luttók á HM í svimjing 2015 í Kazan, Russland frá 24. juli til 9. august 2015. HM í svimjing 2015 – 1500 metrar frí menn. 1500 metrar frís kappinginarnar hjá monnum á HM í svimjing 2015 vórðu hildnar hin 8. august við innleiðandi kappingum og 9. august við finaluni. Føroyski svimjarin Pál Joensen gjørdist nummar 9 í innleiðandi riðlunum og gjørdust akkurát ov stuttur at koma í finaluna. Heat. The heats were held at 10:48. Finalan. Finalan varð hildin hin 9. august klokkan 18:20. "*DNS er stytting fyri Did not swim og merkir Svam ikki." Alan Turing. Alan Turing 16 ára gamal Alan Mathison Turing (23. juni 1912 – 7. juni 1954) var slóðbrótandi bretskur teldufrøðingur, støddfrøðingur, logikari, dulmálsskriftsfrøðingur, heimspekingur og støddfrøðiligur lívfrøðingur, umframt maratonrennari og langteinarennari. Hann hevði ein týðandi leiklut í menningini av teldufrøði við sínum íkastið av formalisering av hugtakinum algoritmu og útrokning við sokallaði turingmaskinuni, ið er mett sum eitt snið av einari vanligari teldu (enskt: general purpose computer). Alan Turing verður vanliga mettur at vera faðirin av teoretiskari teldufrøði og tilgjørdum vitleika (enskt: artificial intelligence). Undir 2. heimsbardaga, starvaðist Alan Turing fyri "Government Code and Cypher School" (GC&CS) í Bletchley Park. Hetta var brestski stovnurin, sum stóð fyri loysing av loyniskrift, t.e. at bróta kotur nasistanna. Í eitt tíðarskeið leiddi hann "Hut 8", sum hevði ábyrgdina av at bróta dulsmálsskrift hjá týska flótanum. Hann kom fram við fleiri taktikkum, ið vóru ein hjálpandi hond, tá ið tað snúði seg um at bróta týskar loyniskriftir. Hann gav skap til eina elektriska maskinu, sum kundi finna stillingina hjá Enigmumaskinuni, ið serliga var brúkt av týskarum til at gera loyniskrift. Alan hevði ein avgerandi leiklut í at loysa loyniskrift hjá týska herðinum, sum hjálpti teimum sameindu at vinna á Týsklandi í fleiri bardøgum, m.a. slagið í Atlantshavinum; Søgufrøðingar vilja vera við, at hetta arbeiði hevur stytt 2. heimsbardaga í Evropa við umleið tveimum til fýra árum. Alan varð í 1952 ákærdur fyri at hava framt samkyntar gerðir, tá ið hetta slagið av gerðum enn var ólógligt í Bretlandi. Hann tók ímóti viðgerð við østrogen innsproytingum (kemisk kastratión), sum eitt alternativ fyri fongsulsrevsing. Alan Turing doyði í 1954, 16 dagar áðrenn hansara 42 ára føðingardag, av eitran við blásyrusalti. Ein rættarkanning gjørdi av, at hansara deyði stóðst av sjálvmorði, men tað verður mett at hetta eisini kundi verið eitt óhapp. Í 2009, eftir einum átaki á internetinum, bað bretski statsovastin, Gordon Brown, alment um orsakað bretsku stjórnarinnar vegna. Tað gjørdi Elizabeth II drotning eisini í 2013. James Hetfield. James Alan Hetfield (føddur 3. august, 1963 í Kalifornia) er ein amerikanskur sangari, rytmugittaristur og sangskrivari fyri bólkin, Metallica, sum hann stovnaði við Lars Ulrich í 1981. Hann verður mettur sum ein av teimum bestu gittarleikarunum í heiminum. Hann byrjađi sum ungur at spæla tónleik, fyrst spældi hann klaver, síðani trummur og so el-gittar. Hann spældi í bólkinum Leather Charm áðrenn hann gjørdist limur í Metallica. Bradley Cooper. Bradley Cooper (føddur 5. januar 1975 í Philadelphia) er ein amerikanskur filmsleikari. Elliphant. Ellinor Miranda Salome Olovsdotter, betri kend sum Elliphant, (fødd 8. oktober 1985) er ein svensk songkvinna, rappari og sangskrivari. Richard Burton. Richard Burton, CBE (; 10. november 19255. august 1984) var ein Walisiskur sjónleikari og filmsleikari ið m.a var kendur fyri sína mjúku baritonrødd og stóra talent sum sjónleikari. Ludvík 16. kongur. Ludvig 16. kongur (Louis August), (23. august 1754 – 21. januar 1793) av Fraklandi, var monarkur av Fraklandi og Navarra frá 10. maj 1774 til 1792. Ludvig var abbasonur Ludvig 15. Faðir hansara, sum æt Ludvig doyði í 1765. Hjúnarskapur. 16. mai 1770 varð hann giftur við hertogafrúini Marie-Antoinette, dóttir av keisarinnu Maria Theresia av Eysturríki og keisara Frans 1. Stefan (Tyska-romerska rikinum). Stjórnarvald. Ludvig hevði nógvan myndugleika, og hansara stjórnarvald er sermerkt av miseydnaðum reformum og vaksandi búskaparligari kreppu, júst sum kona hansara Marie Antoinette varð øgiliga lítið umhildin av sínum oyðslusemi. Nicolae Ceauşescu. Nicolae Ceaușescu (26. januar 1918 í Scornicești – 25. desember 1989 í Târgoviște) var ein rumenskur kommunistiskur politikkari, sum var forseti hjá Romenia frá 1965 til hann varð koyrdur frá og avrættaður í 1989. Frælsur ítróttur á Oyggjaleikum. Frælsur ítróttur er ein afturvendandi kapping á Oyggjaleikum, ið er ein fleirítróttakapping fyri oyggjatjóðir. Frælsur ítróttur hevur verið partur av leikunum síðan byrjanina í 1985 bæði fyri menn og kvinnur. Zara Larsson. Zara Maria Larsson (fødd 16. desember 1997) er ein svensk songkvinna. Forsvik. Forsvik er eitt íbúðarpláss í Svøríki, ið liggur millum vøtnini Viken og Bottensjön uml. 1 míl í ein útnyrðing frá Karlsborg í Karlsborgs kommunu. Søga. Forsvik er ein býur við nógvari søgu aftanfyri seg, og er hann í dag mest kendur fyri sítt sagvirki, fyri sítt væl hildna virki og fyri at byggingin uppá Göta siglingarveitin byrjaði har. Sågen (AB Forsviks Skogar) var hildið at vera elsta sagverkið í Svøríki til tað var niðurlagt á vári 1999. Elsta jarnbrúgv í Svøríki (vígd 1813), ein honddrivin veingjabrúgv, var í brúki til 1956, tá ein nýggj maskindrivin veingjabrúgv varð bygd við ovara slúsuportrið móti vatninum Viken. Eitt avrit av hjóldamparanum Eric Nordevall var bygt í Forsvik, sum gekk burtur í 1856 í Vättern. Farið fór av bakkastokki í 2009. Forsviks Bruk fekk í 2008 heiðurslønina "Årets industriminne" frá Svenska Industriminnesföreningen. Ítrótt. Tað lokala ítrottarfelagið Forsviks IF var stovnað í 1919. Forsvik í miðlum. Bøkurnar hjá Jan Guillou um riddaran Arn ganga í stóran mun fyri seg í Forsvik. Anthony Jasmin. Anthony Jasmin onkuntíð skrivað sum Anthony & Jasmin var ein donsk poppduo, ið vann donsku X Factor sangtalentkappingina hin 28. mars 2014. Tey bæði ið mannaðu duo'ina vóru Anthony Lopez og Jasmin Dahl. Jasmin hevur føroyskar og sudanskar røtur, mamma Jasmin, Hannah Dahl, er úr Føroyum, hon er dóttir Magnus Dahl úr Vági og oldurabbadóttur Magnus á Gørðinum úr Vági. Bæði Anthony og Jasmin luttóku í bootcamp í X Factor Danmark kappingini 2014, men hvørgin teirra slapp víðari sum einstaklingur. Duoin var skapað av mentorinum Thomas Blachman. Tey komu í finaluna og vunnu móti Lucy, ið hevði Remee sum mentor, Anthony Jasmin gjørdist tann fyrsti bólkurin nakrantíð, ið megnaði at vinna X Factor Danmark. Eftir X Factor sendingina skrivaði danska vikublaðið Se og Hør um pápa Jasmin, Ahmed Numan Isaac Rahma, eisini nevndur Jaguaren, hann varð eftirlýstur fyri morð, ið varð framt í apríl 2005, men hann flýddi úr Danmark og varð ikki fangaður. Jasmin var seks-ára gomul tá hendingin fór fram, mamman og pápin vóru longu farin hvør til sítt tvey ár áðrenn hendingina. Familjan fortaldi henni um tað, tá ið tey mettu, at hon var gomul nokk. Jersey. Jersey er sjálvstýrandi oyggj, men undir bretskum kongadømi. Høvuðsstaðurin er Saint Helier. Jersey er tann sunnasta av Bretsku Kanaloyggjunum og er hon heilar 160 km frá Bretska fastlandinum, men einans 22 km frá fronsku strondini. Uml. 99.500 fólk búgva á Jersey og oyggin er 116 km2 til støddar tvs. Á leið sama stødd sum Sandoyggin, sum er góðar 110m2. Líkamikið, hvar á oynni tú ert, sært tú altíð Atlantshavið. Jersey er eisini kent fyri, at har er munurin á flóð og fjøru heilar 12 metrar, hetta er heimsmet. Talaða málið í Jersey og Kanaloyggjunum er enskt, men Jerseybúgvar hava sítt egna upprunamál, Jèrrais. Jèrrais verður eisini kallað “Jersey franskt” ella “Jersey normanskt franskt” Náttúran á Jersey er stórbær við skógi, sandheyggjum, klettum, runnagirðingum og strondum. Oyggjin hevur heilar 720 km av vegi og av hesum, eru 72 km skýrdir “Green Lanes” grøn strekki. Hetta merkir, at ikki er loyvt at koyra meira enn 24km/t og fólk til gongu, tey sum súkla og hestar hava framíhjárætt. Fyri hvørja kommunu verður ein leiðari valdur, sum arbeiðir ókeypis og sjálvboðið. Jerseybúgvar eru kendir fyri at taða vanliga bøðin við tara. Oyggin er eisini kend fyri bundnar Jerseys, sum enn vera seldir har, hóast seyðaull ikki verður góðskað á Jersey meira. Harumframt er Jersey kent fyri tey Jersey neytini. Fyrr var høvuðsbúskapurin á Jersey landbúnaður, fiskivinna og ull. Í dag er fíggjarvinnan ráðandi við heili 40% av BTÚ og ferðavinnan er eisini sera týdningarmikil. Oyggin krevur bara 20% í inntøkuskatti. Fíggjarfyritøkur velja Jersey, orsakað av stabilum stýri, nærleika við bæði Stóra Bretland og Evropa og orsakað av lágum skatti. Jersey hevur nú heili 33.000 skrásettar fyritøkur á oynni. Gjaldoyrað á Jersey er Pund Sterling og hóast Jersey er undir bretsku trónuni, er Oyggin ikki ein partur av EU og Stórabretlandi, hon er sjálvstýrandi og hevur ymiskar seravtalur, har Stóra Bretland røkir hennara áhuga í altjóða málum. Guernsey. Guernsey er sjálvstýrandi oyggj, men undir bretskum kongadømi. Høvuðsstaðurin er Saint Peter Port. Sint Maarten. Sint Maarten er ein oyggj í Suðurkaribiska havinum og ein partur av Niðurlendska kongsríkinum. Høvuðsstaðurin eitur Philipsburg. Lamassu. Lamassu ella føroyskað lammasúur (sumeriskt: Lamma, akkadiskt: Lamassu) er ein verndardevul (demon) í mesopotamskari gudalæru (mýtulogi). Ein lamassúur verður ofta avmyndaður við leyvu- ella tarvakroppi, arnarveingjum og mannahøvdi; hetta skal súmbolisera styrkina hjá tarvi ella leyvu, frælsið hjá ørnini og vitið (intelligensin) hjá menniskjanum, meðan hornini á høvdinum súmbolisera guddómleika. Í nøkrum skriftum verður hann umtalaður sum ein kvinnuguddómur ið kallast "shedu", men nógv vanligari er kallkynsnavnið "lamassu". Mesopotamia. Bábylon. Lamassúurin er tíðum avmyndaður í mesopotamiskari list, stundum við veingjum. Lamassúar og shedúir vóru verndarandar heima við hús. Teirra avmyndingar vóru ristir á leirtalvur ið vórðu fjaldar undir húsagáttini fyri at verja heimið móti óndum andum. Seinni, í bábylonska tíðarbilinum gjørdust lamassúarnir verndarar hjá kongunum, og vóru altíð staðsettir við inngongdina til palassini, ofta sum eitt par. Við býarportrini vórðu teir høgdir út sum veldugar standmyndir sum pør, ein hvørjumegin býarportrið, vendir móti teim fýra heimshornunum. Assýria. Í nýassýriska ríkinum (uml. 883-612) vórðu slíkar tarvastandmyndir, ofta við veingjum og altíð við mannahøvdum, settar sum duravørðar við inngongdina í kongapalassum, sum í Khorsabad og í Ninive. Teirra virki var at "verja móti øllum óndum". Í einum teksti sæst hendan bønin: "Mátti tann góða šêdu gingið við vinstru lið mína, og tann góði Lamassu við høgru lið mína" (aðrasteðs gongur šêdu frammanfyri og Lamassu aftanfyri tann ið verjast skal). Vanliga høvdu standmyndirnar fimm bein, sóust tær frammanífrá stóðu tær og vardu, sóust tær frá síðunu, gingu tær frameftir. Persia. Persarnir tóku yvir Lamassu-standmyndirnar og aðra myndlist frá assýrum, sum ávirkaðu persarnar mentanarliga, átrúnaðarliga og málsliga, og persarnir vóru ógvuliga assýrisktgjørdir, serliga undir ávirkan frá akemenidum. Lamassúar sóust eisini í persiskum templum. Teir í Pasargadae eru horvnir, men teir í Persepolis síggjast enn við «Altjóða portrið», og onkra aðra staðni eisini. Ávirkan á jødadóm og kristindóm. Assýrar nýttu stundum heitið 'kirubu' ístaðin fyri 'shedu'; hetta orðið er skylt við hebraiska orðið kerub ið merkir eingil. Fornaldar jødar vórðu ávirkaðir av assýriskari ikonografi. Profeturin Esekiel umtalar eina fantastiska veru ið er samansett av likamslutum av menniskja, leyvu, tarvi og ørn. Seinni, í fyrsta kristna tíðarbilinum, vórðu teir fýra evangelistarnir knýttir at hvør sínum av hesum fýra komponentum, nakað sum hevur hildið sær í kirkjuligari list; hetta kallast tetramorf. The SpongeBob SquarePants Movie. "The SpongeBob SquarePants Movie" (danskt heiti: "SvampeBob Firkant Filmen") er ein amerikanskur animeraður filmur frá 2004, ið byggir á Nickelodeon sjónvarpsrøðina "SpongeBob SquarePants". SpongeBob SquarePants. "SpongeBob SquarePants" (danskt heiti: "SvampeBob Firkant") er ein amerikonsk teknifilmsrøð skapað av Stephen Hillenburg fyri Nickelodeon. Tetramorfur. Ein tetramorfur er ein súmbolsk samanseting av fýra ymsum elementum í eina eind. Heitið stavar frá grikskum "tetra", ið merkir fýra, og "morf", skap. Søguligir útgrevstrar vísa at menniskjan rættiliga tíðliga gav teim fýra heimshornunum, ella høvuðsættunum, hvør síni eyðkenni og andaligar eginleikar. Hetta bleiv eisini nýtt tá byggisiðurin tók seg upp. Í halgidómum hjá fornu egyptunum, grikkunum og bábylonarunum vórðu hesir eginleikar sjónliggjørdir við útskornum mýtiskum verum, ið høvdu tarva- ella leyvukropp, arnarveingir og mannahøvd. Slíkir skapningar ganga aftur í fleiri gudasøgum (mýtologium), í Egyptalandi sum sfinksar, Bábylon sum lamassuar og Grikkalandi sum harpyur. Í kristnari list ímyndar tetramorfurin sameiningina av teim fýra evangelistunum. Tær fýra verurnar í bíbliuni stava frá Ezekiels bók, og vera stundum avmyndaðar sum ein samanseting av fýra verum, ella sum ein bólkur av fýra verum. Hvør evangelistur hevur eina veru, vanliga við veingjum: Matteus mannin, Markus leyvuna, Lukas tarvin, og Jóhannes ørnina. Í kristnari list og ikonografi verða evangelistarnir ofta avmyndaðir saman við tetramorfum, ella er bara tetramorfurin, sum ímyndar teir, avmyndaður. Høvuðsætt. a> rósa ið sýnir tær fýra høvuðsættirnar, tær fýra miðhøvuðsættirnar og átta aðrar ættir. Ein høvuðsætt er ein av teim fýra heilættunum ið svara til tey fýra heimshornini, norður (norðan), suður (sunnan), eystur (eystan), og vestur (vestan). Ættirnar samsvara eftirfarandi gradum á kumpassini: norður 0°, eystur: 90°, suður: 180°, vestur: 270°, hinar ættirnar eru millumættir. .an. .an var eitt internets-tjóðarøkisnavn, sum var bílagt til Niðurlendsku Antillurnar. Wes Craven. Wesley Earl "Wes" Craven (2. august 1939 – 30. august 2015) var ein amerikanskur filmsleikstjóri, rithøvundur, framleiðari og sjónleikari. Hann er kendur innan fyri horror filmar, tá serliga tað, ið kallast "slasher" filmar. Serliga er hann kendur fyri filmin "A Nightmare on Elm Street", og filmskarakterin Freddy Krueger. Wes leikstjórnaði "Wes Craven's New Nightmare" og var við til at skriva leikritið í filminum "A Nightmare on Elmstreet 3: Dream Warrior" saman við Bruce Wagner. Wes leikstjórnaði eisini allar fýra filmarnar í "Scream" filmsrøðini, og var við rtil at skapa filmskarakterin Ghostface. Aðrir kendir filmar hjá Wes Craven eru "The Hills Have Eyes", "The Last House on the Left" og "My Soul to Take". Freddy Krueger. Sjónleikari ílatin sum Freddy Krueger í 2014. Fred "Freddy" Krueger er høvuðspersónurin í "A Nightmare on Elm Street" filmsrøðini. Hann var fyrst at síggja í filminum "Wes Craven's A Nightmare on Elm Street" í 1984, sum ein brendur hópdrápsmaður, ið nýtur hanska vápnaðan knívum, at drepa offur síni ímeðan tey sova. Tá tey doyggja í dreymum sínum, doyggja tey eisini í veruleikanum. Í dreymaheiminum er hann sterkur og næstan óvinnandi, men um Freddy verður drigin inn í veruleikan, hevur hann menniskjaligar veikleikar. Freddy Kruger var skaptur av Wes Craven, filmsleikstjóra, og hevur verið leiktur av Robert Englund síðani fyrstu ferð hann var at síggja á filmsskíggjanum. Eitt undantak er tó, tað var í 2010 tá Freddy var leiktur av Jackie Earl Haley. Í 2011 kundi Freddy Kruger veljast sum ein spælandi persónur í telduspælinum "Mortal Kombat". Freddy Krueger troyggja frá fjórða filminum í filmsrøðini. Freddy er ein hevndarfullur andi, ið leypur á offur síni í dreymum teirra. Hann kennist lættiliga á brendum andliti sínum, reyðari og myrkagrønari, stríputari troyggju og brúnum leðurhanska á høgru hond vápnuðum knívum. Hanskin var skaptur av egna hugflogi Freddy, og hevur hann sjálvur sveisað knívabløðini. Robert Englund hevur fleiri ferðir sagt at karakterurin umboðar misrøkt, og tað at vera skúgvaður til viks, partvís av børnum. Karakterurin umboðar eisini sum ein stóran part, ótilvitandi ótta, ið liggur í okkum øllum. Wizard Magazine valdi Freddy sum tann fjúrtanda besta illmenni nakrantíð, bretska sjónvarpstøðin Sky2 hevði hann á áttunda plássi á líknandi lista, og the American Film Institute valdi hann sum nummar 40 á listanum "AFI's 100 Years... 100 Heroes and Villains". Í 2010 vann Freddy virðislønina "Best Villain" á Scream virðislønini. Katrin Kallsberg. Katrin Kallsberg (fødd 30. juli 1967 í Danmark) er ein føroyskur lækni og politikari. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon vald inn á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi. Bakgrund. Katrin búði í Danmark tey fyrstu 6 árini, síðan flutti familjan til Føroya aftur, har faðir hennara, Kaj Kallsberg, starvaðist sum lækni á Eiði frá 1975-79 og í Tórshavn. Sum 16-ára gomul var hon eitt ár í USA sum skiftisnæmingur, síðan tók hon student í Hoydølum, og eftir tað fór hon til Danmarkar at lesa til lækna. Tá ið hon varð liðug við útbúgvingina starvaðist hon eitt skifti í 1995 við Læknum uttan landamørk í Srebrenica í Bosnia. Síðan flutti hon til Føroya, har hon starvaðist sum lækni í nøkur ár, til hon í 1999 flutti til Noregs at útbúgva seg til serlækna í kvinnusjúkum og burðarhjálp. Í 2002 fluttu hon og maðurin Poul Henrik Poulsen aftur til Føroya og búsettust í Sandagerði í Havn. Maðurin andaðist trý ár seinni av krabbameini. Katrin starvast sum yvirlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp á Landssjúkrahúsinum. Katrin var forkvinna í Javnstøðunevndini frá juni 2012 til februr 2016. Katrin hevur luttikið í sjónvarpssendingini Fólksins Rødd og útvarpssendingini Also. Politisk lívsleið. Til løgtingsvalið 2015 stillaði Katrin upp á listanum hjá Tjóðveldi. Hon varð vald við 396 persónligum atkvøðum. Hanna Jensen. Hanna Jensen stendur her millum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Magna Laksáfoss Hanna Jensen (fødd 19. februar 1973 í Leirvík) er ein føroyskur studentaskúlalærari og politikari (Framsókn). Hon var ein av stigtakarunum til at stovna Framsókn og er næstforkvinna í flokkinum. Frá 2011 til 2015 var hon fyrsta varatingfólk hjá Framsókn og tók sæti fleiri ferðir á tingi. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon vald inn á Føroya Løgting. Hanna er útbúgvin M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum frá Københavns Universitet og Fróðskaparsetur Føroya, harumframt hevur hon eisini tikið próvtøku í pedagogikk og stjórnmálafrøði. Hon starvast sum studentaskúlalærari og lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy síðan 2005, áðrenn tað undirvísti hon á Tekniska Skúla í Klaksvík. Hon býr í Norðagøtu. Hon hevur verið býráðslimur í Eysturkommunu síðan 2009, og er forkvinna í Mentanarnevndini. Hon umboðaði Fólkaflokkin til 2011, tá ið hon, Poul Michelsen og onnur tóku stig til at stovna Framsókn. Hanna hevur verið franskur konsul í Føroyum síðan 2010. Sonja Jógvansdóttir. Sonja J. Jógvansdóttir (fødd 9. november 1977 í Tórshavn, uppvaksin í Fuglafirði) er ein føroyskur journalistur, samskipari og politikari, ið varð vald inn á Føroya Løgting fyri Javnaðarflokkin á Løgtingsvalinum 2015, sum tann fyrsti samkyndi løgtinslimur, ið er opin um tað. Sonja valdi at fara úr Javnaðarflokkinum dagin eftir, at nýggj samgonga varð skipað hin 15. september 2015, og gjørdist leysgangari frá 16. september 2015. Bakgrund. Sonja vaks upp í Fuglafirði, tók studentsprógv á Stundentaskúlanum í Kambsdali í 1997 og hevur síðan lokið prógv sum Master of Arts við honours í stjórnmálafrøi frá University of Edinburgh í 2002. Harumframt hevur hon tikið fleiri fak á kandidatstøði innan fyrisiting á RUC 2004-2005. Hon er stigtakari til og samskipari fyri SAMTAK síðan 2006. Samtak er eitt paraplyfelag fyri føroysku fakfeløgini. Hon starvaðist sum blaðkvinna í Dimmalætting frá 2002 til 2004 og aftur summarið 2005 og hevur síðan eisini starvast sum freelance journalistur og ráðgevi fyri ymisk áhugafeløg. Hon hevur starvast fyri eitt nú homoblaðið CPH Proud og Javnstøðunevndina). Hon var við til at seta á stovn Friðarbogan í 2003, ið var eitt áhugafelag fyri samkynd. Hon var virkin í Amnesty International 1997-2002. Hon livir í føstum parlagi við fyrrverandi mentamálaráðharra Føroya, Annlis Bjarkhamar. Politisk lívsleið. Sonja stillaði upp til løgtingsvalið 2015 fyri Javnaðarflokkin. Hon var sera sjónlig í valstrínum, har hon marknaðarføtdi seg vid einari sloyfu, ið Óli Breckmann fyrr var kendur fyri at nýta. Tey bæði eru annars mótsetningar politiskt, hann uttast til høgru og hom langt til vinstru. Hon segði í valstríðnum, at hon vildi arbeiða fyri teimum ið vóru í fátækraváða og fyri at skapa javnrættindi til samkynd og øll í Føroyum. Hon fekk sera nógvar atkvøður, 1021 persónligar atkvøður, ið var næstflest hjá Javnaðarflokkinum og triðflest av øllum. Flokkur hennara kom í samgongu við Tjóðveldi og Framsókn og fekk løgmann og trý onnur landsstýrisfólk. Sonja kom ikki í landsstýrið, men seinni dagin eftir at landsstýrið varð sett, segði hon, at henni stóð í boði at gerast landsstýriskvinna í innlendismálum, men tað hevði hon takkað nei til, tí hon metti at onnur vóru betri egnaði til tað og at hon hevði egna seg betri til almannamál. Sama kvøld sum løgtingið hevði sín fyrsta fund og landsstýrið varð útnevnt, boðaði Sonja frá, at hon tók seg úr Javnaðarflokkinum, men at hon framvegis stuðlaði samgonguni. Hon segði m.a. At hon ikki føldi seg væl í flokkinum og at hon ikki kundi halda fram við at vera limur í einum flokki, ið hevði blokerað fyri, at hjúnarbandslógin varð nevnd í samgonguskjalinum. Tá ið nevndarsessirnir í Løgtinginum vóru býttir, fekk Sonja tveir vanligir nevndarsessir, ongan formanssess. Hon og Nýtt Sjálvstýri gjørdu tekniskt samstarv við samgonguna, ið førdi til, at andstøðan ongan formanssess fekk. Nýtt Sjálvstýri fekk tveir formanssessir, eitt nú gjørdist Bárður Kass Nielsen formaður í einari nevnd, hann er varamadur fyri Jógvan Skorheim, ið noyddist at velja løgtingssessin frá um hann vildi halda fram sum borgarstjóri í Klaksvík, Bárður fekk 69 atkvøður. Sosialurin skrivaði kritiskt um tað at Sonja hevði telva so illa, at hon takkaði nei til landsstýrissess og rýmdi úr Javnaðarflokkinum, ið gørdi tað upplagt, at Framsókn og samgongan, ið var komin í minniluta, noyddust at bjóða Anniku Olsen formanssessin í Fíggjarnevndini, fyri at tryggja sær, at hon gjørdist limur í Framsókn og harvið eisini gjørdist limur í samgonguni, ið harvið aftur fekk meiriluta. Stutta tíð eftir at Annika fór upp í Framsókn, valdi hon tó at taka seg úr aftur flokkinum og gjørdist leysgangari eins og Sonja. Sonja valdi at stuðla stjórnini, og nakrir mánaðir seinni vísti tað seg, at stjórnin hjá Aksel V. Johannesen hevði størri stríð við at finna semju innanfloks enn við Sonju Jógvansdóttir, tá ið Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, ið samstundis vóru ávikavist borgarstjóri og varaborgarstjóri á Tvøroyri, ikki vildu taka undir við ætlaða politikkinum hjá samgonguni viðvíkjandi uppboðssølu av fiskirættindum. Billy Joel. William Martin "Billy" Joel, føddur 9. mai 1949, er ein amerikanskur tónleikari, singer-songwriter og tónaskáld. Hann er mest kendur fyri sangin "Piano Man" frá 1973, og hevur havt topp 40 sangir í 1970-árunum, 1980-árunum og 1990-árunum. Fløga hansara "Greatest Hits Vol 1 & 2" er ein av best seljandi fløgunum í USA nakrantíð. Eisini hevur hann verið sætti best seljandi tónleikari í heiminum, og triðbesti seljandi tónleikari í USA. Hann hevur verið tilnevndur til Grammy-virðisløn 23 ferðir og vunnið seks ferðir. Billy var innlimaður inn í Songwriters Hall of Fame í 1992, Rock and Roll Hall of Fame í 1999, og the Long Island Music Hall of Fame í 2006. Í 2013 tók hann ímóti Kennedy Center Honors, ið er hægsti heiður eitt listafólk kann fáa í USA. Billy Joel gavst, við fáum undantøkum at útgeva tónleik í 1993, men framførir framvegis løg síni á tónleikaferðum í USA og kring heimin. Samstarv við Disney. Í 1988 lánti Billy Joel rødd sína til animeraða hundin Dodger í Disney filminum "Oliver and Company". Har sang hann eisini opnunarsangin í filminum, ið kallaðist "Why Should I Worry". Magnus Rasmussen. Magnus Rasmussen (føddur 1962) er ein førøskur lærari og politikari (Sambandsflokkurin). Áðrenn hann gjørdist borgarstjóri, starvaðist hann sum fólkaskúlalærari á Runavíkar kommunuskúla. Hann býr í Lamba. Politisk lívsleið. Magnus Rasmussen hevur verið borgarstjóri og býráðlimur í Runavíkar kommunu síðan 1. januar 2009, valdur inn á felagslistanum, "Almenni Listin". Á løgtingsvalinum 1. september 2015 varð hann á fyrsta sinni valdur í Løgtingið, hann fekk 503 atkvøður, ið var fjórð flest hjá Sambandsflokkinum. José Manuel Imbamba. José Manuel Imbamba (føddur 7. januar 1965) er ein angolskur erkibiskupur í tí katólsku kirkjuni í sóknini Saurimo. Hann hevur verið biskupur har síðan 12. apríl 2011. Hann varð føddur í Boma av Saurimo í 1965. Hann varð prestvígdur í 1991 og helt fram við filosofiska lesnaðinum í Róm. Frá 1992 til 1995 var hann í starvi hjá dómkirkjuni í Luanda. Hin 6. oktober 2008 útnevndi Benadikt XVI hann sum nýggjan biskup av Dundo. Filomeno do Nascimento Vieira Dias vígdi hann hin 14. desember 2006. Hin 12. apríl 2011 var hann útnevndur fyrsti erkibiskupur av tí nýggja erkabispadøminum Saurimo. Frá 22 til 27. september, er hann í Philadelphia, til møti hjá familjunum saman við Frans páva. Bjarni Hammer. Bjarni Hammer situr fremst í svartari troyggju. Bjarni Hammer (føddur 8. mars 1975) av Tvøroyri er ein føroyskur løgreglumaður, rógvari og politikari (Javnaðarflokkurin). Politisk lívsleið. Bjarni Hammer er varaborgarstjóri í Tvøroyrar kommune, og á løgtingsvalinum 2015 varð hann valdur inn á Føroya Løgting fyri Javnaðarflokkin. Umframt Bjarna, vóru tveir aðrir suðuroyingar úr Suðuroynni valdir inn í Løgtingið við 298 atkvøðum, hinir vóru Kristin Michelsen og Henrik Old. Hann var eisini uppstillaður til fólkatingsvalið 2015. Lívsleið sum rógvari. Bjarni Hammer er virkin innan føroyskan kappróður. Hann var við til at stovna Suðuroyar Kappróðrarfelag í 2012. Felagið var bert virkið í eitt ár, 10-mannafarið Suðuroyingur luttók í kappingini um FM og gjørdist nummar tvey. Navnið á bátinum hevur fyrr verið brúkt til bátar hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, men hesin hjá Suðuroyar Kappróðrarfelag hevði annan lit, hann var myrkagrønur og hvítur. Bjarni hevur eisini verið virkin rógvari í feløgunum Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Miðvágs Róðrarfelag í bátinum Riddarin. Hann vann FM við Riddaranum í 2011, tað árið vann báturin allir róðrarnar hjá 6-mannaførum hjá monnum. Rúsevnamálið 2018. 21.februar 2018 greiddi Vágaportalurin frá, at Bjarni Hammer hevði verið avhoyrdur í sambandi við sølu av narkotiskum evnum. Dagin eftir, 22. februar, svarar løgtingsmaðurin aftur í einum tíðindaskrivi til sama portal, at hann hevði verið avhoyrdur av tveimum løgreglumonnum umborð á strandfaraskipinum Smyrli tvær vikur áðrenn. Hann segði seg ikki hava verið skuldsettan fyri nakað, og at gerðin tosað var um, skuldi hava farið fram til ein 40 ára føðingardag hjá einum vinmanni nøkur ár áðrenn. Talan var um ein mistanka um sølu av rúsevnum, meir nágreiniligt hasj. Aðrar viðmerkingar vildi Bjarni ikki koma við, men metti tað vera týðiligt at hetta vóru leysasøgur, ið vóru sprotnar frá politiskum mótstøðufólki. At enda segði hann seg aldrin hava selt nøkrum rúsevnir, og at hetta nokk var prísurin ein mátti gjalda sum almennur persónur. Bjarni boðaði frá at leysasøgurnar byrjaðu at ganga í november 2017, og at hann allatíð hevði hildið løgmann kunnaðan um støðuna. Viku seinni boðar Sosialurin frá, at tey hava í hendi eina telefonsamrøðu, ið vísir Bjarna sekan í at samskifta um sølu narkotisk evni. Hetta skal hava verið ein samrøða, ið Bjarni hevði við eina 16 ára gamla kvinnu í desember 2017. Brot av samrøðuni var lagt inn á tíðindaportalin in.fo., og vísti á, at Bjarni hevði kunnað kvinnuna um, at hann kundi skaffað hasj frá einum manni, hann hevði tilknýti til. Sosialurin boðaði frá, at miðilin seinastu mánaðinar hevði kannað skuldsetingarnar móti løgtingsmanninum, og hevði valt at lata løgregluni málið í januar 2018. 26. februar sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen seg vera sera ørkymlaðan av málinum, og at Javnaðarflokkurin saman við Bjarna Hammer fer at viðgera málið í felag, áðrenn hann kemur við einari úttalan. Dagin eftir sigur løgmaður at hann og Javnaðarflokkurin mæla Bjarna til at fara í farloyvi ímeðan løgreglan kannar málið, men at endaliga avgerðin liggur hjá løgtingsmanninum. Bjarni útalar seg seinni um dagin, at hann allarhelst boðar løgmanni frá avgerð síni seinni um kvøldið. 28. februar verður tingfundur settur, uttan at nøkur fráboðan er komin frá løgtingsliminum, hann er somuleiðis ikki til staðar. Løtu seinni boðar Kringvarpið frá at Bjarni fyribils hevur tikið sær farloyvi, og sjálvur sigur frá nær tað endar. Avgerðin hevur við sær at næsta varafólk á listanum, ið er Bjørg Dam, tekur yvir tingsessin til Bjarni kemur aftur. Tróndur í Gøtu FD 175. Tróndur í Gøtu er ein føroyskur trolari og nótaskip, ið Varðin í Gøtu eigur. Tróndur í Gøtu fiskar uppisjóvarfisk sum t.d. makrel og sild. Skipið varð bygt í 2010 á Karstensens Skibsværft A/S, Skagen, Danmark. Tróndur í Gøtu landar mest til uppisjóvarvirkið Varðan Pelagic á Tvøroyri. Violin. Violinin er eitt strúkiljóðføri við fýra streingjum, stemmað í kvintir: G, D1, A1 og E2, har A-strongurin stemmar kamartónan. Violinin er sopran-ljóðføri av stúkarunum. Violinin er tað ljóðføri, burtursæð frá klaverinum, ið flest verk eru skrivaði til. Orðið violin er italienskt og merkir eitt lítið strongjaljóðføri (úr latíni "vitula"). Ein persónur, ið spælir violin, verður nevndur ein "violinleikari" ella "violinistur". Trummusett. Eitt trummusett er ein uppstilling av trummum, skálabumbu (cymbal) og øðrum percussion eftir ynski trummusláarans. Trummusett verður ofta nýtt til rock, jazz og annan nýtíðar tónleik. Trummusettið hevur verið ein týðandi partur innan popptónleik síðan 1920-árini. Floyta. Ein floyta er eitt blásturljóðføri. Óansæð hvørjum tilfari floytan er gjørd úr, so verður hon bólkað sum træblásari. Orðið floyta fevnir um øll sløg av floytum: blikkfloyta, blokkfloyta, primitivar floytur skornar av greinum ella fuglabeini. Tað finnast floytur, ið bert hava ein tóna, trillifloyta, blikkfloyta og tær mest primitivu pílafloyturnar. Samstundis finnast tað eisini sera samansettar floytur við nógvum tónum, t.d. panfloytan við fleiri rørum, aðrar sum langfloytan og blokkfloytan við fingraholum ið kunnu dekkast/haldast frí fyri at uppnáa ymiskir tónar. Eitt annað slag av floytum ið verður nevnd marchfloytan verður mest nýtt í tambourkorps í gardaorkestrum. Hiw mál. Hiw er eitt mál í Vanuatu. Umleið 280 fólk tala málið. Mwotlap mál. Mwotlap er eitt mál í Vanuatu. Umleið 2 100 fólk tala málið. Löyöp mál. Löyöp er eitt mál í Vanuatu. Umleið 240 fólk tala málið. Lonwolwol mál. Lonwolwol er eitt mál í Vanuatu. Umleið 1 200 fólk tala málið. Polonombauk mál. Polonombauk er eitt mál í Vanuatu. Umleið 120 fólk tala málið. Tasmate mál. Tasmate er eitt mál í Vanuatu. Umleið 150 fólk tala málið. Vera'a mál. Vera'a er eitt mál í Vanuatu. Umleið 500 fólk tala málið. Mavea mál. Mavea er eitt mál í Vanuatu. Umleið 34 fólk tala málið. Tambotalo mál. Tambotalo er eitt mál í Vanuatu. Umleið 50 fólk tala málið. Saa mál. Saa er eitt mál í Vanuatu. Umleið 2 500 fólk tala málið. Lehali mál. Lehali er eitt mál í Vanuatu. Umleið 200 fólk tala málið. Axamb mál. Axamb er eitt mál í Vanuatu. Umleið 750 fólk tala málið. Ingun Christensen. Ingun Christensen (fødd í 1968) er føroyskur rithøvundur uppvaksin í Hósvík í einum tveymálsligum heimi við føroyskari mammu og donskum pápa. Hon er útbúgvin korrespondentur í enskum/týskum og BA/ED í enskum. Áhugin at skriva hevur altíð verið har og sæst aftur í slag av útbúgving og arbeiði, sum hevur fevnt um nógv skrivligt arbeiði, hóast tað meira hevur verið innan tað fakliga. Sum barn/ung dámdi henni sera væl at skriva, gjørdi sína fyrstu yrking sum tólv ára gomul og setti lag til. Hesi seinastu árini er hon so av álvara farin í gongd við at skriva og dámar ótrúliga væl at sameina hugflog og orðaspæl í kreativari skriving. Fyrstu ferð hon fekk nakað á prent var í blaðnum í 2009, har hon skrivaði yrkingina "Trælabundin". Stjórnin hjá Aksel V. Johannesen. Stjórnin hjá Aksel V. Johannesen er Føroya Landsstýri frá 15. september 2015 við Aksel V. Johannesen sum løgmanni. Samgonguskjalið varð undirskrivað 14. september 2015 millum tríggir flokkar: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn. Keldur. Stjórnin hjá Aksel V. Johannesen Aksel V. Johannesen Nethalp mál. Nethalp er eitt mál í Vanuatu. Umleið 340 fólk tala málið. Maii mál. Maii er eitt mál í Vanuatu. Umleið 180 fólk tala málið. Lemerig mál. Lemerig er eitt mál í Vanuatu. Umleið 2 fólk tala málið. Djóni Nolsøe Joensen. Djóni Nolsøe Joensen (føddur 21. august 1972) er ein føroyskur námsfrøðingur og politikari (JF). Hann er sonur Annu Nolsøe Joensen og Arna Weihe Joensen og uppvaksin á Glyvrum. Hann er giftur við Maritu Andrasardóttir og eigur trýggjar døtrar. Hann er dagligur leiðari á Frítíðarskúlanum í Hoyvík. Politisk lívsleið. Hann stillaði upp til Løgtingsvalið 2015 uttan at verða valdur, men 17. september tók hann sæti á tingi, sum avloysari fyri Henrik Old, ið gjørdist samferðslumálaráðharri í stjórnini hjá Aksel V. Johannesen. Pauli Trond Petersen. Pauli Trond Petersen (føddur 4. februar 1974 í Tórshavn) er ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari fyri Tjóðveldi, fyrr var hann limur í Fólkaflokkinum. Bakgrund. Hann er útbúgvin marknaðarøkonom, 
hevur bankaútbúgving og er útbúgvin vinnuráðgevi. Hann arbeiddi sum skrivstovufulltrúði á Toll-og Skattstovu Føroya frá 2001-2003
. Síðan var hann stjóri á Dalásmolt 2003-2004 og síðan starvaðist hann sum vinnnuráðgevi í Eik Banka 2004-2008. Eftir tað var hann í starvi sum fíggjarstjóri á Vest Pack 2008-2010. Hann hevur undirvíst í alibúskapi á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna frá 2006-2009. 
Síðan 2010 hevur hann starvast sum sølu- og marknaðarleiðari í Føroya Lívtrygging (LÍV). Pauli er giftur við Barbaru Brattaberg úr Vági. Tey eiga tríggjar synir, tann elsti, Torstein Brattaberg, er kendur innan rógving. Politisk lívsleið. Hann hevur verið býráðslimur í Vestmanna síðan 1. januar 2005 og borgarstjóri síðan 1. januar 2013. Hann var formaður í havnanevndini og mentanarnevndini 2005–2008 og í teknisku nevnd frá 2009–2012. Í 2011 møtti hann nakrar ferðir sum varamaður á Føroya Løgtingi fyri Fólkaflokkin. Eftir at borgarliga stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen kom til valdið í 2011 og hevði stýrt eina tíð, valdi Torstein at fara út flokkinum. Í 2015 stillaði hann upp til bæði fólkatingsvalið og løgtingsvalið fyri Tjóðveldi. Hann varð ikki valdur á ting, men eftir at flokkur hansara kom í landsstýri, tók hann sæti á tingi fyri Kristinu Háfoss. Funafuti. Funafuti er ein atoll í Tuvalu. Atollin hevur 6 194 íbúgvar (2012). Høvuðsstaðurin í Tuvalu liggur her og meira enn helvtin av íbúgvunum á Tuvalu búgva í Funafuti. Nanumea. Nanumea er ein atoll í Tuvalu. Atollin hevur 664 íbúgvar (2002). Nui. Nui er ein atoll í Tuvalu. Atollin hevur 548 íbúgvar (2002). Nukufetau. Nukufetau er ein atoll í Tuvalu. Atollin hevur 586 íbúgvar (2002). Nukulaelae. Nukulaelae er ein atoll í Tuvalu. Atollin hevur 393 íbúgvar (2002). Vaitupu. Vaitupu er ein atoll í Tuvalu. Atollin hevur 1 591 íbúgvar (2002). Nanumanga. Nanumanga er ein oyggj í Tuvalu. Oyggin hevur 589 íbúgvar (2002). Niulakita. Niulakita er ein oyggj í Tuvalu. Oyggin hevur 35 íbúgvar (2002). Niutao. Niutao er ein oyggj í Tuvalu. Oyggin hevur 663 íbúgvar (2002). Søgnin sigur, at oyggin varð fólkað í 12. ella 13. øld, tá fólk fluttu higar av Samoa. Svenska krónan. Svenska krónan (SEK ella kr.), svenskt "svensk krona", er mynteind í Svøríki. Estiska krónan. Estiska krónan (EEK ella kr.), estiskt "eesti kroon", var mynteind í Estlandi, áðrenn Estland í 2011 í staðin fór at nýta evruna sum gjaldoyra. Thomas Hylland Eriksen. Thomas Hylland Eriksen (føddur 6. februar 1962) er norskur antropologur. Lewica Razem. Partia Razem, Razem, er ein vinstrahallur, sosialdemokratiskur, politiskur flokkur í Póllandi. Hann varð stovnaður hin 16. mai 2015. Rundu. Rundu er ein býur í Namibia. Býurin hevur 63 430 íbúgvar (2011). Býurin er høvuðsbýur í Kavango. Opuwo. Opuwo er høvuðsstaður í Kunene landslutinum í útnyrðingspartinum av Namibia. Býurin hevur 7 657 íbúgvar (2011). Mariental. Mariental er ein býur í Hardap í Namibia. Býurin hevur 12 478 íbúgvar (2011). Býurin varð bygdur í 1894 og er høvuðsstaður í Hardap landslutinum miðskeiðis í Namibia. Belgiska Kongo. Belgiska Kongo (Franskt: "Congo Belge", Hollendskt: "Belgisch-Congo") var eitt belgiskt hjáland í miðafrika frá 1908 til 1960. Landið er nú partur av Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo. ISO 639. ISO 639 er ein millumtjóða standardur frá ISO yvir stuttar kortur fyri nøvn á málum. ISO 639-1. ISO 639-1 eru kotur við tveimum bókstavum fyri mál, ið eru samtykt í ISO 639-1. Baltasar Kormákur. Baltasar Kormákur Samper (føddur 27. februar 1966), betri kendur sum Baltasar Kormákur, er ein íslendskur sjónleikari, filmsframleiðari og filmsleikstjóri. Hann er kendur fyri filmar sínar "101 Reykjavík", "Mýrin" (bygd á bókina av sama navni eftir Arnald Indriðason), "Hafið" og "Everest". Hann hevur vunnið fleiri virðislønir fyri filmar sínar. Harímillum 7 Eddu-virðislønir, ið er tann íslendska film- og sjónvarpsvirðislønin og heiðurin sum "Best international filmmaker of the year" í Las Vegas í 2015. Baltasar er sonur spanska listmálaran Baltasar Samper. Nón (tónleikaútgáva). Nón er fyrsta tónleikaútgávan hjá Døgg Nónsgjógv í fullari longd, hon hevur áður útgivið stakløgum, t.d. "Tú Tók Mína Hond", ið varð kosin Ársins poppsangur á Faroese Music Awards 2014. Nón kom út í oktober 2015 og hevur 8 sangir. Nón er útgivin sum fløga av plátufelagnum Tutl og er eisini útgivin á iTunes. Tveir av sangunum, ið eru á útgávuni, hevur Døgg útgivið fyrr sum stakløg, talan er um "Tú Tók Mína Hond" og "Tú Ert Hjá Mær". Uni Arge eigur orð og lag til sangin "Túsundtals Ár", har ið pápi Døgg, ið doyði fyri 11 ár áðrenn fløgan hjá Døgg kom út, spælir guitar. Døgg segði í sendingini Brunsj hjá Kringvarpinum hin 9. oktober 2015, at pápi hennara ofta spældi og sang sangin hjá Una Arge, og at ein upptøka varð gjørd, har ið pápi hennara, Birgir Nónsgjógv, spældi guitar. Fløgan er ognað pápanum, Birgir Nónsgjógv. Jens L. Thomsen hevur upptikið, ljóðblandað og framleitt fløguna. Matt Colton á Alchemy Mastering í London hevur mastrað fløguna. Afturat Døgg eru systir hennare Drós Reinert Joensen, Hans Jacob Kollslíð, Allan Tausen, Jens L. Thomsen og Marius Ziska við á fløguni. Døgg greiddi frá í útvarpssendingini Brunsj, at lagið til sangin "Tú Og Eg" hevði hon gjørt í felag við Hans Jacob Kollslíð, har hon hevði gjørt ogð og lag til niðurlagið, og hann hevði gjørt orð og lag til versini. Sangurin "Ongi orð" er skrivaður av Hans Jacob Kollslíð (orð) og Marius Ziska (lag). Døgg og Marius syngja duett saman. "Blá tár" er ein yrking, ið Døgg yrkti, tá ið hon var 16 ára gomul og er um sor. Regin Jacobsen. Regin Jacobsen (føddur 27. januar í 1966) er núverandi stjóri á føroysku alifyritøkuni Bakkafrost, eftir at hann tók yvir frá pápanum, Hans Jacobsen, eisini nevndur Hans á Bakka. Í Føroyum vóru fyri fyrstu ferð milliardingar skrásettir í september 2014, tá ið Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, og mamma hansara, Oddvør Jacobsen, áttu partabrøv, sum tilsamans vóru verd meira enn 1,1 milliard krónur. Regin bleiv í 2014 kosin sum nummar eitt av stjórum á miðalstórum fyritøkum, ið eru skrásettar á Oslo Børs, valdur út av 600 greinarum. Søga. Regin Jacobsen vann sær síni fyrstu oyru longu tá hann var smádrongur, tá hann hjálpt pápanum, Hans á Bakka, niðri á Bakkafrost. Regin tók spakuliga meir og meir yvir í felagnum Bakkafrost, og í 2010 varð Regin einasti Stjóri í felagnum. Regin hevur líka síðani hann fekk tittulin sum CEO, førka felagið longur og longur út í heim, og ídag er Bakkafrost eitt av leiðandi feløgum innanfyri laksaproduktión. Vaðhorn. Vaðhorn er eitt fiskavirki á Strondum, ið er undir leiðslu av Jógvan Gregersen. Virkið hevur ídag staði á fótum í 42 ár, og koyrir ídag ógvuliga væl. Søga. Vaðhorn var stovnað tann 29. Apríl í 1973 á Eiði. Í byrjanuni arbeitti Vaðhorn einans við vátsaltaðum brosmufillettum. eftir at Vaðhorn hevði staði væl á fótum í 11 ár, var tíðin langt um leingi komin, til at flyta inn í nýggjari og størri hølir. Vaðhorn fór tí frá Eiði, og flutti yvir til Skála, har teir búleikaðust í nøkur ár. men tíðin gekk, og longu í 1992, 19 ár eftir at virkið var stovnað, flutti Vaðhorn seg frá Skála, yvir til Strendur, har teir eisini búleikast í dag. í 2003 bleiv Vaðhorn viðurkent fyri tað harða arbeiði, ið var gjørt hesi árini, og fekk sostatt prísin, sum ársins virki. Men sum árini ganga, gerast krøvini fleiri frá kundunum, og Vaðhorn fer tí undir at framleiða saltan fisk í 2007, og bleiv hetta eisini ein stór framgongd fyri teir. og av tí sama, so gert virkið alsamt størri, og í 2009 verður tí neyðugt at byggja eina enn og størri framleiðslu høll. ikki nokk við tí, í 2011 fer Vaðhorn yvirum fjørð, og yvir til Toftir, har teir eisini vóru í nøkur ár. men hetta var tó ikki leingi, tí í 2015 fóru teir aftur yvir til bara at framleiða vørur yviri á Strondum, men tó mistu tey, ið arbeittu á Toftum ikki arbeiði, tey vóru flutt yvir til Strendur við. Ólavur Jøkladal. Ólavur Jøkladal (føddur 20. september 1952 í Klaksvík), er ein føroyskur kórleiðari, tónaskald, tónleikafrøðingur, málfrøðingur og vinnulívsmaður, sum í løtuni starvast sum skrivstovuleiðari í Fólkaheilsuráðnum. Hann var skrivstovustjóri í Reiðarafelagnum frá 2006-08, hann tók við eftir Jógvan Norðbúð sála. Í juni 2020 varð hann tilnevndur nevndarlimur í Dansk færøsk kulturfond. Í oktober 2020 varð hann valdur sum formaður fyri Leiklistaráðið, ið virkar sum stýri fyri Tjóðpalli Føroya. Ólavur Jøkladal hevur verið sera virkin innan tónleik, serliga kórtónleik og hevur m.a. komponerað fýra tónleikaverk og stjórnað fleiri kórum. Í 1987 útgóvu Havnarkórið og Tórshavnar Kamarkór "Blátt" og í 1996 útgav Tórshavnar Kamarkór "Várlongsil". Jøkladal stjórnaði kórunum og eigur tvey av løgunum á útgávuni "Várlongsil". Útbúgvingar og størv. Ólavur Jøkladal er útbúgvin merkonom frá Føroya Handilsskúla í 1974. Í 1980 byrjaði hann at lesa tónleikavísindi á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn (). Hann fekk prógv sum cand. phil í 1988 og cand. mag. í 1992 á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn og Fróðskaparsetri Føroya í tónleikavísindum og norurlendskum máli. Hann hevur starvast innan ymisk øki. Frá apríl 2006 til juli 2008 var hann skrivstovustjóri í Føroya Reiðarafelag. Ólavur er giftur, ið er dóttur kenda listarmannin ingálv av Reyni, tey eiga trý børn. Yrkisleið innan tónleik. Síðan 1995 hevur hann verið kórleiðari hjá kamarkórinum Aurora Borealis, sum varð sett á stovn sama ár. Hann var leiðari hjá Ebenezerkórinum frá 1984 til 2000. Ólavur Jøkladal stovnaði Tórshavnar Kamarkór í 1985, og hann stjórnaði eisini kórinum næstu tíggju árini. Kórið var byrjað í 1984 undir navninum Kamarkór Tórshavnar Musikkskúla, hetta var broytt til Tórshavnar Kamarkór árið eftir. Síðan 2014 hevur hann verið organistur í Føroysku Fólkakirkjuni. Hýsisá - tónamynd um Mikkjal á Ryggi. Í 2010 og 2011 varð ein leikur framførdur um Mikkjal á Ryggi í húsunum í Beitinum. Leikurin var 45 minuttir við einmansleikaranum Hans Tórgarð. Ólavur Jøkladal skrivaði tónleikin til leikin hjá Mikkjal á Ryggi. Hann komponeraði overturuna, sum er forspælið til leikin, ið er bert fyri ljóðføri. Harumframt hevði Ólavur gjørt millumspøl og løg til yrkingar eftir Mikkjal á Ryggi, eitt nú: "Steinstólpan" og "Vatnið vinnur harðar hellur". Hans Tórgarð hevði leiklutin sum Mikkjal, og 14 tónleikarar og sangarar undir leiðslu av Ólavi Jøkladal framførdu tónleikin í samspæli við leikaran. Adrian Zandberg. Adrian Tadeusz Zandberg (føddur 1979 í Aalborg) er ein pólskur søgufrøðingur og politikari. Hann hoyrir til tann sosialdemokratiska flokkin Partia Razem. Aurora Borealis. Kamarkórið Aurora Borealis er føroyskt kór, ið varð stovnað í 1995. Kórið hevur føroyskan og norðurlendskan kórtónleik á skránni. Konsertferðir hava verið gjørdar til: Íslands, Noregs og Danmarkar. Kórleiðari síðan stovnanina í 1995 er Ólavur Jøkladal. Il Divo. Il Divo er ein is a fleirtjóða sangbólkur, ið varð stovnaður í Stóra Bretlandi í desember 2003. Talan er um eina songkvartet við fýra sangarum: Urs Buhler úr Sveis, Carlos Marin úr Spania, David Miller úr USA og Sébastien Izambard úr Fraklandi. Í 2015 hevði kvartettin útgivið 9 album: "Il Divo " (2004), "Ancora" (2005), "Siempre" (2006), "The Promise " (2008), "Wicked Game " (2011), "A Musical Affair" (2013) and "Amor & Pasión" (2015); a compilation album "The Greatest Hits" (2012); special Christmas songs album "The Christmas Collection" (2005). Two other albums " (2009)" and "Live in Japan" (2014) are live recordings of concerts. Additionally, they have collaborated with other artistes as guest performers. Keldur. Divo, Il Dansk Melodi Grand Prix 2016. Dansk Melodi Grand Prix 2016 verður hin 45. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix, sum er ein árlig afturvendandi sangkapping, ið hevur verið fyriskipað síðan 1957 av Danmarks Radio (DR). Tiltakið verður hildið í Forum Horsens í Horsens 13. februar 2016. Vertir verða Jacob Riising, Annette Heick og Hilda Heick. Luttakarar. Tá ið freistin fyri at senda sangir inn til Dansk Melodi Grand Prix 2016 var farin hin 7. september 2015, vóru 982 sangir innkomnir, tað er tað hægsta nakrantíð. Av hesum eru 6-7 sangir útvaldir av einari dómaranevnd, meðan restin av teimum tilsamans 10 sangunum eru valdir út sum wildcards. Cutfather hevur sum tónleikaábyrgdari fyri kappingina havt høvuðsábyrgdina fyri útveljingini av luttakarum, í samstarvi við tónleikaframleiðaran Jonas Schrøder, ið hevur verið knýttur at tí danska Melodi Grand Prix'num síðan 2013. Hinir limirnir í dómaranevndini verða ikki almannakunngjørdir. Sum nakað nýtt verða allir sangirnir framførdir við bandaðum kórvokalum; forsangarar skulu tó syngja live. Billboard 200. Billboard 200 er ein hittlisti, ið vísur 200 mest seljandi tónleika-album og EP'ir í USA. Listin verður útgivin einaferð um vikuna av tíðarritinum Billboard magazine og verður ofta nýtt at máta hvussu vælumtókt ein tónleikabólkur ella listafólk er. Billboard (tíðarrit). Billboard er eitt amerikanskt tónleikatíðarrit, ið varð stovnað í 1894. Tíðarritið er mest kent fyri ymiskir hittlistar yvir mest seldu tónleikaútgávur í USA. Teir týdningarmestu av listunum eru Billboard Hot 100 (fyri stakløg) og Billboard 200 (fyri album). Harafturat hevur tíðarritið eina røð av listum innan ymisk sløg av tónleiki, bæði fyri stakløg og album, og listar yvir hvørjir sangir, ið hava fingið mest av spælitíð á radiostøðum. Billboard Hot 100. "Billboard" Hot 100 er ein hittlisti, ið framhaldandi vísir yvirlit yvir 100 best umtóktu stakløg í USA. Listin er grundaður á spælingar á útvaprsstøðum og sølu (stroyming, downloads og plátusøla). Tíðarskeiðið har ið útvaprsmátingar verða gjørdar eru frá mikudegi til týsdag fyri spælingar á útvarpsstøðum og frá mánadegi til sunnudag fyri sølu. Listin verður gjørdur av tíðarritinum Billboard og verður almannakunngjørdur týdagar. Tað fyrsta staklagið á Billboard Hot 100, ið gjørdist nr. 1, var "Poor Little Fool" við Ricky Nelson hin 4. august 1958. Iglasnigil. Iglasnigil (frøðiheiti - "Galba truncatula" (áður: "Lymnaea truncatula")), er ein vatnakúvingur. Iglasnigilin er lítl og hevur sum oftast døkkan kúving. Hann er vanligur á vátlendi í undirhaganum. Vit finna hann eisini innangarðs har vátt er um. Navnið hevur hann fingið av tí, at livraigilin "Fasciola hepatica" livir í honum ein part av ævi síni. Fær seyðurin hendan igilin niður í seg, fer hann inn í livrina á seyðinum, sum verður sjúkur av tí, sjúkan verður rópt iglasótt. Fyri at bøta um hetta plaga menn at skera upp haga. Kanningar av føroyskum djóralívi í 1920'unum vístu at uml. 5% av stovninum var fongdur við livraigli. Hæddin á fullvaksna kúvinginum er 5-10 mm, breiddin er 2,5-6 mm og hevur hann 5-6 eggrundar snúningar. Stagnicola palustris. Stagnicola palustris (frøðiheiti - "Stagnicola palustris" (áður: "Lymnaea palustris"), føroyskt navn væntar, danskt lille mosesnegl), er ein vatnakúvingur. Ógvuliga sjáldsamur, bert einaferð skrásettur í Føroyum, í Tórshavn ár 1900 (Collinge) tá ein húsi varð funnin. Slagið er ikki er funnið síðan. Hæddin á fullvaksna kúvinginum er 10-18 mm, breiddin er 6-10 mm og hevur hann 5-6 kúputar snúningar. Vatnakúvingar. Vatnakúvingar (frøðiheiti - "Lymnaea"), er ein bólkur av, sum oftast smáum, lungnasniglum sum liva í ferskvatni og í vátlendi á landi. Teir hoyra til familjuna Lymnaeidae. Lymnaea stagnalis. Lymnaea stagnalis (frøðiheiti - "Lymnaea stagnalis"), føroyskt navn væntar, danskt stor mosesnegl), er ein vatnakúvingur. Ógvuliga sjáldsamur, fyrstu ferð skrásetuur í 1846, og so ikki aftur fyrr enn í 2006 og 2008, hesuferð helst sum sløðingur. Hæddin á fullvaksna kúvinginum er 45-60 mm, breiddin er 20-34 mm og hevur hann 4,5-6 kúputar snúningar. Radix peregra. Radix peregra (frøðiheiti - "Radix peregra" (áður: "Lymnaea peregra" ella "Lymnaea pereger"), føroyskt navn væntar, danskt almindelig mosesnegl), er ein vatnakúvingur. "Radix peregra" er vanligasti vatnakúvingur í Føroyum og finst í nærum øllum slagi av vátlendi. Í mun til iglasnigilin "Galba truncatula", ið bert finst niðanfyri 100 m. hædd, so er "Radix peregra" funnin heilt upp í 500 metra hædd. "Radix peregra" er nógv fongdur við ormveruni av eini iktu "Trematoda", sum í vaksnum líki livir sum sníkur í fugli (Lützen & Bovien, 1934). Kúvingurin er broytiligur, fullvaksin er hæddin á honum vanliga uml. 18-20 mm, breiddin uml. 12-13 mm og hevur hann 5 snúningar. Mølir. Mølir ("Tineidae") er ein fjølment familja av firvaldum sum eru kend um allan heim. Mótsatt ormverum hjá øðrum firvaldum, so liva flestu mølir ikki av livandi plantum, men av deyðum plantu- ella djóraleivdum, soppum, ella skónum. Summi sløg kunnu gera stóran skaða í matvøruframleiðslu og í klædnaídnaði. Her á landi kenna vit serliga tann vanliga føroyska mølin sum kann oyðileggja ullint klæðir sum hann legst á at eta. Húsvættið gráa. Húsvættið gráa ella bara húsvætti (frøðiheiti - "Endrosis sarcitrella" (áður: "Phalæna (Tinea) sarcitrella")), er ein mølur. Hetta er tað upprunaliga húsvættið í Føroyum sum Svabo nevnir í sínum "Indberetninger fra en Reise i Færøe" frá 1781-82. Húsvættið brúna. Húsvættið brúna (frøðiheiti - "Hofmannophila pseudospretella"), er ein mølur. Brúna húsvættið fanst upprunaliga bara í Asia, men hevur spjatt seg haðani kring allan heimin síðan 1840-árini, eisini til Føroyar, her tað nú er vanligt kring alt landið. Mølurin, ið etur nærum alt, ger skaða á bæði mat og klæðir. Húsvættið svarta. Húsvættið svarta (frøðiheiti - "Monopis laevigella"), er ein lítil mølur. Grátt undir steini. Grátt undir steini ella grótlús, stundum rópt onnur nøvn, t.d. grádýr ella (í Skúvoy) veggjalús, eru fleiri sløg av smáum krabbadýrum sum liva á landi. Í útsjónd og livihátti kunnu tey minna um skordýr, men tey eru ikki skordýr. Grátt undir steini eru ein undirbólkur Oniscidea av bólkinum Isopoda. Nakrar fráboðanir eru komnar um at eitt fimta slag, "Armadillidium vulgare", skal vera komið til Føroyar, men hetta er ikki staðfest. Alment. Grátt undir steini hevur 7 pør av beinum. Kroppurin er samansettur av 13 liðum. Tað er einasta djór á landi sum andar bæði við lungum og táknum, og tí kann grátt undir steini vera bæði uppi á landi og í vatni. Grátt undir steini trívist best har vátligt er, og tolir ikki ov nógv ljós ella terra. Tað livur serliga av plantuleivdum. Honin verpur egg niður í ein posa, sum hon hevur undir framkroppinum, og í posanum verða ungarnir klaktir. Porcellio scaber. Porcellio scaber (frøðiheiti - "Porcellio scaber", føroyskt navn væntar, danskt grå bænkebider), er vanligasta gráa undir steini í Føroyum. "Porcellio scaber" finst í flestu oyggjum, men eins og onnur grá undir steini, er tað fátt í tali norðantil í landinum. "Porcellio scaber" verður vanliga 10-15 mm til longdar, og er vanliga grátt, ljósari undir búkinum, tó kunnu brún, blálig, gullig ella ljósareyð litbrigdi koma fyri. "Porcellio scaber" livir í ymsum vátligum búøkjum, í haganum, viðarlundum og bygdum øki, men er ikki so tengt at vatni sum Oniscus asellus. Oniscus asellus. Oniscus asellus (frøðiheiti - "Oniscus asellus", føroyskt navn væntar, danskt glat bænkebider), er eitt grátt undir steini í Føroyum. "Oniscus asellus" finst helst í flestu oyggjum, men tykist vera mest í tali í sunnaru helvt av landinum. "Oniscus asellus" verður vanliga upp til 16 mm til longdar, og er heldur flatt av vøkstri. Tað er skyggjandi brúnt ella grátt á liti. Á bakinum síggjast ofta bleikir blettir, hetta eru øki ið goyma kálk ið verður brúkt til at styrkja ytru beinagrindina eftir hamskifti. Hamskifti hendir í tveimum stigum, fyrst aftara helvt, síðan fremra helvt, gamli hamurin verður ofta etin av djórinum aftaná hamskifti. "Oniscus asellus" sæst ofta um tú vendir einum steini ella træpetti, ið liggur í svørðinum. Tað livir í ymsum vátligum búøkjum, eisini har lítið er til av kálki, og er tað einasta gráa undir steini ið sæst í lyngheiðalendi. Trichoniscus pusillus. Trichoniscus pusillus (frøðiheiti - "Trichoniscus pusillus", føroyskt navn væntar, danskt rød dværgbænkebider), er minsta gráa undir steini í Føroyum. "Trichoniscus pusillus" finst kring alt landið, men lítil kunnleiki er annars um hetta slagið í Føroyum. "Trichoniscus pusillus" verður ikki størri enn 5 mm til longdar, hevur toygt skapilsi, og er vanliga korkalitt. "Trichoniscus pusillus" heldur til á somu búøkjum sum tey størru sløgini av gráum undir steini. Nøringin hjá "Porcellio scaber" kann henda bæði við paring millum bæði kynini, og við moyggjarføðing, har honin ger eina klonu av sær sjálvari. Av tí at bert honir kunnu fremja moyggjarføðing, eru klonurnar altíð honir. Títtleikin av hannum minkar frá suðuri og norðureftir. Í meginpartinum av Skotlandi og Skandinavia síggjast ongir hannar, meðan títtleikin av hannum á iberisku hálvoynni og italsku hálvoynni er meir enn 15%. Sostatt bendir nógv á at flestu, um ikki øll, "Trichoniscus pusillus" í Føroyum eru honir. Ligia oceanica. Ligia oceanica (frøðiheiti - "Ligia oceanica", føroyskt navn væntar, danskt havbænkebider), er størsta gráa undir steini í Føroyum. "Ligia oceanica" finst í fjøruni kring alt landið. "Ligia oceanica" verður uml. 30 mm til longdar, hevur avlangt skapilsi, tvær ferðir so langt sum tað er breitt, og liturin kann vera frá gráum yvir í gulgrønt. "Ligia oceanica" heldur til í fjøruni, serliga í støðuhyljum, sprungum í klettum og undir steinum. "Ligia oceanica" er altátið náttardýr og etur nógv sløg av tara, algum, og ymsar leivdir, og hevur ein serligan matarlyst fyri bløðrutara ("Fucus vesiculosus"). Ligia oceanica verður 2½–3 ár, og ynglar vanliga bert einaferð. Armadillidium vulgare. Armadillidium vulgare (frøðiheiti - "Armadillidium vulgare", føroyskt navn væntar, danskt almindelig kuglebænkebider), er eitt grátt undir steini. Nakrar fráboðanir hava verið um at fólk hava sæð hetta slagið í Føroyum, men tað er enn ikki staðfest. "Armadillidium vulgare" verður vanliga upp til 18 mm til longdar, og hevur tann eginleika at tað kann rulla seg saman sum ein bólt um tað verður órógvað. Slagið hevur eisini eginleikan at stýra kropshitanum gjøgnum atferð sína, tað dámar betur sólskin tá hitin er lágur, men heldur seg í skugganum um hitin hækkar. Hiti niðanfyri -2° C ella omanfyri 36° C kann vera deyðiligur fyri slagið. "Armadillidium vulgare" tolir betri kuldan um náttina, og kann fara í eina støðu av dvala um veturin, fyri at yvirliva kuldan. "Armadillidium vulgare" í ferð við at opna seg aftur, aftaná at hava rullað seg saman í verjustøðu Dansk Melodi Grand Prix 2012. Dansk Melodi Grand Prix 2012 var tann 41. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix. Tað gjørdist Soluna Samay, ið vann kappingina við sanginum "Should've Known Better". Dansk Melodi Grand Prix 2011. Dansk Melodi Grand Prix 2011 var tann 40. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix. Tað gjørdist A Friend in London, ið vann kappingina við sanginum "New Tomorrow". Dansk Melodi Grand Prix 1960. Dansk Melodi Grand Prix 1960 var tann 4. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix. Tað gjørdist Katy Bødtger, ið vann kappingina við sanginum "Det var en yndig tid". Dansk Melodi Grand Prix 1961. Dansk Melodi Grand Prix 1961 var tann 5. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix. Tað gjørdist Dario Campeotto, ið vann kappingina við sanginum "Angelique". Finalan. Dansk Melodi Grand Prix varð hildið í Fredericia Teater í Fredericia, vertur var Sejr Volmer-Sørensen. Sjey sangir luttóku, har ið vinnarin varð valdur av einari dómsnevnd við 10 fólkum, ið skuldu geva 3 stig hvør. Tey kundu, um tey vildu tað, býta stigini, tvs. tey kundu t.d. geva 1 stig til 3 sangir, 1 og 2 stig ella 3 stig til ein sang. Henda kapppingin er merkisverd fyri tað at øll, ið høvdu luttukið í undanfarna Dansk Melodi Grand Prix: Birthe Wilke, Gustav Winckler, Raquel Rastenni og Katy Bødtger – royndu seg enn einaferð. Mota mál. Mota er eitt mál, ið bert verður tosað av umleið 750 fólkum á oynni Mota á Banksoyggjunum í Vanuatu. Frá 1840-1940 varð málið nýtt sum "lingua franca" av trúboðarum í stórum økjum av Oceania. Instagram. Instagram varð stovnað í oktober 2010 av Kevin Systrom og Mike Krieger. Facebook keypti Instagram í 2012 fyri umleið eina milliard dollarar. Instagram hevur 400 milliónir virknar brúkarar um allan heim í 2015, og tað verða lagdar 80 milliónir Instaløtur út hvønn einasta dag. Songkvinnan Taylor Swift hevur flest Instagram fylgjarar í heiminum. Hon hevur ikki færri enn 49,5 milliónir fylgjarar. Tað vóru tveir vinmenn, ið gjørdu Instagram-appina í 2010. Teir seldu hana til Facebook í 2012. Allahalgannaaftan. Allahalgannaaftan er ein blandur av halgidøgum og siðvenjum, sum minna um hvønn annan. Og hetta er við tíðini vorðið til Halloween. Fyri umleið 1400 árum síðan avgjørdi Bonifacius tann fjórði pávi, at hann vildi gera ein minningardag fyri øll halgimenni. Tað bleiv til tann 1. november og varð hann nevndur allahalgannadagur. Kvøldið fyri, 31. oktober, verður tí til allahalgannaaftan. 300 ár seinni avgjørdi Gregor tann fimti, at 2. november skuldi vera minningardagur fyri vanlig deyð fólk. Hann kom at eita alrasálnadagur. Í summum londum helt mann, at tann dagin vitjaðu deyðir næstringar aftur. Í 1770 vóru hesir dagar tó tiknir av sum halgidagar. Í Amerika hava fólk hildið á at halda dagarnar, hóast teir ikki eru halgidagar longur. Tað er ístaðin blivin til ein dagur, har fólk ganga í óhugnaligum búnum og gera stuttlig graskerhøvd. Og børnini ganga hurð á hurð og fáa bomm. Summi halda, at tað eru amerikanskir filmar, ið hava fingið fólk í ørðum londum at taka henda sið til sín. Siðurin at skera eitt graskerhøvd til Halloween kemur úr Írlandi. Her høvdu tey heystarveitslu fyri teimum deyðu. Mann helt, at illir andar vildu við í veitslu. Tí gjørdu fólk lygtir úr rótum og setti ljós í at ræða teir burtur. Fyri nógvum hundrað árum síðan rýmdu nógv fólk undan hungursneyð í Írlandi til USA. Tey tóku siðin við sær og gjørdu hann til ein part av Halloween. Í USA høvdu tey ikki nógvar røtur, men nógv grasker. Tí brúka mann grasker í dag. Í Føroyum verður allahalgannadagur eisini hildin sum minningardagur fyri tey, ið hava latið lív á sjónum. Í 2006 vórðu eisini guðstænastur hildnar fyri deyð børn í árinum. Look Mickey. "Look Mickey" er ein kendur pop-art málningur frá 1961 av Roy Lichtenstein. Málningurin hongur í National Gallery of Art í Washington. Streymgágga. Streymgágga (frøðiheiti - "Neptunea antiqua") er ein sjósnigil og er størsta gágga í Føroyum Útsjónd. Streymgágga er smidligari enn agngággan. Skelin á streymgágguni er eisini slættari. Fullvaksin verður gágguskelin uml. 20 cm til hæddar. Liviøki. Streymgággan livir á somu støðum sum agngággan; men hon er ikki so vanlig sum hon. Nørreport Station. Nørreport Station er ein S-tok, Keypmannahavnar Metro og jarnbreytastø í Keypmannahavn, Danmark. Nørreport Station er tann jarnbreytastøðin í landinum, har ið flest fólk, umleið 165.000, ferðast dagliga. Øll tokstøðin er undir jørðini við trimum pallum: ein til S-tok, ein til inter-city tok og ein til Metro. Fliða. Fliða (frøðiheiti - "Patella vulgata") er ein framtáknusnigil við lágari skel. Hon situr føst á klettinum fram við strondini. Kongens Nytorv Station. Kongens Nytorv Station er ein tokstøð undir jørð, ið veitir tænastu til Keypmannahavnar Metro leiðirnar M1 og M2. Støðin er við 14.200 dagligum ferðafólkum Danmarkar 4. mest nýtta tokstøð. Kongens Nytorv Station liggur á Kongens Nytorv uttanfyri Magasin, har ein inngongd er til frá støðini. Støðin liggur eisini nærindis Amalienborg, Christiansborg, Strøget og Nyhavn. Støðin læt upp hin 19. oktober 2002 og liggur í takstsonu 1. Keypmannahavnar Høvuðsjarnbreytarstøð. Keypmannahavar Høvuðsjarnbreytarstøð (, stytt "København H", eisini nevnt: Hovedbanegården) er størsta jarnbreytarstøð í Danmark og høvuðsjarnbreytarstøðin í Keypmannahavn. Skútustaðahreppur. Skútustaðahreppur er ein lítil kommuna (íslendskt: "hreppur"), sum liggur í Norðeysturvaldøminum í Íslandi. Lungnasniglar. Lungnasniglar (Pulmonata) eru lindýr við snyrilssneiddari skel. Nøkur sløg hava ikki sjónliga skel, tey verða rópt "nakinsniglar". Allir landsniglar eru lungnasniglar, men nakrir lungnasniglar liva eisini í ósøltum vatni. Lyngheiði. Lyngheiði er eitt lívøki (biotopur) við lágum, trækendum vøkstri, sum t.d. lyngi, í, sum oftast, súrum, ófruktbarum jørðildi. Lyngheiðalendi eru nógvastaðni í Europa uppstaðin sum úrslit av húsdjorahaldi, har húsdjórini halda trævøkstrinum niðri, men í Føroyum og Bretsku oyggjunum er lyngheiðin uppstaðin náttúrliga av tí vátliga og svalliga veðurlagnum. London Underground. London Underground (eisini kent sum "the Underground" ella "the Tube") er ein metroskipan, ið veitir tænastu til stórar partar av Stórlondon og partar av grannaøkjunum Buckinghamshire, Hertfordshire og Essex. Skipanin veitir tænastu til 270 støðir og hevur 402 km spor, av hesum eru 45 prosent undir jørðini. Síðan 2003 hevur LUL verið eitt dóttirfelag, hvørs eigari er Transport for London (TfL), ið er tað lógarkravda felagið, ið hevur ábyrgdina av størstapartinum av ferðasambandinum í Stórlondon. Felagið verður rikið av einari leiðslu og einum kommiseri ið verður útpeikaður av borgarstjóranum í London. Í 2012 vóru 91 prosent av rakstrarútreiðslunum fevndar av ferðafólkainntøkum. Northern line. Northern line er ein breyt í London Underground-netverkinum. Hon er litað svørt á netverkskortinum. Tað mesta av breytini er tann djúptliggjandi "tube"-breytin. Breytin hevur umleið 252 milliónir ferðafólk um árið, ið ger hana til tað breytina ið hevur næstflest ferðafólk í London Underground-skipanini. Northern Line er serstøk við at hava tvær ymiskar rutur gjøgnum mið-London. Hóast navnið, so veitir Northern line ikki tænastu til ta norðastu jarnbreytarstøðina í netverkinum, men harafturímóti til ta syðstu støðina (Morden Station) og støðgar á 16 av 29 jarnbreytarstøðum sunnan fyri Themsen. Tað eru 50 støðir á Northern line, harav tær 36 eru undir jørð. Hvalbiar Kirkja. Hvalbiar Kirkja er ein kirkja í bygdini Hvalba á Suðuroy. Kirkjan tekur uml. 300 fólk, og kom í staðin fyri kirkjuna í Skálum, sum varð tikin niður í 1933. Nýggja kirkjan bleiv staðsett á Toftheyggjamørk, og bleiv sum sagt vígd 27. oktober 1935. Arbeiðið uppá at gera kirkjuna byrjaði í 1933. Um várið 1933 varð farið undir stoypiarbeiðið, við havnamanninum Kristin Holm Joensen, múrara, sum formanni. Hetta arbeiði stóð liðugt 1. februar 1934. Vestmenningurin Eyolfur á Heygum, timburmeistari, stóð fyri timburarbeiðinum og alt snikkaraarbeiðið varð gjørt á verkstaðnum hjá Jens Paula við Sílánna, á Tvøroyri. Richard Nixon. Richard M. Nixon (føddur 9. januar 1913 í Yorba Linda, Kalifornia – 22. apríl 1994 í New York City), var amerikanskur politikari og 37. forseti USA frá 1969 – 1974. Hann er tann einasti amerikanski forsetin sum hevur valt at leggja frá sær. Hann legði frá sær tá tað gjørdist greitt at Kongressin ætlaði at reisa ríkisrættarsak moti honum fyri politisku Watergate-gøluna. Gongdin til ríkisrættarmálið móti Richard Nixon byrjaði í oktober 1973 í Umboðsmannatinginum, har Umboðsmannatingið bleiv samt um at seta fram uppskot við trimum ákærum móti Nixon. Hetta vóru ákærur, sum komu av Watergate-gøluni, har harkalið frá Republikanaranum høvdu brotið inn í Watergate kontórbygningin í District of Columbia, har Demokratarnir høvdu høvuðssæti. Innbrotið í Watergate-kontórbygningin í Washington fór fram 17. juni 1972, men ikki fyrr enn í oktober 1973 var málið komið so tætt at forsetanum, at Umboðsmannatingið byrjaði at kanna eitt møguligt ríkisrættarmál ímóti Nixon. Hóast Republikanararnir høvdu meirilutan í Umboðsmannatinginum, so var stemningurin vendur so nógv ímóti Nixon, at har fór allarhelst at vera meiriluti fyri ákærunum ímóti honum. Tískil valdi hann tann 9. august 1974 at siga seg úr forsetaembætinum, og harvið endaði ríkisrættarmálið móti honum, áðrenn tað var byrjað. Eftir at Richard Nixon hevði lagt frá sær, var tað varaforseti hansara Gerald Ford, ið tók við sum forseti. Og bert góðan mánað eftir, at Gerald Ford var fluttur inn í Hvítu Húsini, valdi hann at náða Nixon í Watergate-ákærunum ímóti honum. Disney Magic. Disney Magic varð bygt í Italia í 1998. Og í 2013 bleiv skipið endurnýggjað. Talan er um eitt sera stórt skip, sum er 294 metrar til longdar. Til samanberingar er føroyska flaggskipið Norröna "einans" 165 metrar. Umborð á Disney Magic er rúm fyri 2.700 ferðafólkum umframt eini manning, ið telur 950 fólk. Sinaihálvoyggin. Sinaihálvoyggin er ein hálvoyggj í Eystur-Egyptalandi. Hálvoyggin er 60,000 km² til støddar, har búgva umleið 1.400.000 fólk. Dansk Melodi Grand Prix 1959. Dansk Melodi Grand Prix 1959 var tann 3. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix. Tað gjørdist Birthe Wilke, ið vann kappingina við sanginum "Uh – Jeg ville ønske jeg var dig". Dansk Melodi Grand Prix 1958. Dansk Melodi Grand Prix 1958 var tann 2. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix. Tað gjørdist Rachel Rastenni, ið vann kappingina við sanginum "Jeg rev et blad ud af min dagbog". Agnieszka Kaczorowska. Agnieszka Kaczorowska (fødd 16. juli 1992 í Warszawa) er ein pólskur dansari og sjónleikari. Dansk Melodi Grand Prix 2008. Dansk Melodi Grand Prix 2008 var tann 37. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix. Tað gjørdist Simon Mathew, ið vann kappingina við sanginum "All Night Long". Dansk Melodi Grand Prix 2007. Dansk Melodi Grand Prix 2007 var tann 36. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix. Tað gjørdist DQ, ið vann kappingina við sanginum "Drama Queen". Niðurlond í Eurovision Song Contest. Niðurlond hava luttikið í Eurovision Song Contest frá 1956 til 1984, frá 1986 til 1990, frá 1992 til 1994, frá 1996 til 2001, og frá 2003 til í dag. Stríðið Ímóti Yvirgangi. Stríðið Ímóti Yvirgangi byrjaði hin 7. okt. 2001 og gongur fyri seg enn. Hjørtur. Hjørtur og ættfelagar hansara duga væl at vara seg. Grái og morreyði liturin hylur tey væl, og bæði oyru, eygu og tev eru so góð, at tey skjótt varnast ránsdjór og kvika sær burtur. Til eru 36 hjartarsløg. Tey flestu halda til í skógum, men reindýrið til dømis er í kuldalondum fyri norðan, m.a. í Alaska, Kanada og Skandinavia. Flestu hjørtir ganga í fylgjum. Um heystið berjast hjørtirnir dúgliga at vinna sær lendi og hindir at brunda. Krúnhjørtir ýla hóttandi, rúka saman at stangast, til annar má flýggja ella falla. Tann sterkasti og størsti eigur hindafylgið. Hetta er í brundtíðini. Teir stóru hjørtirnir verja fylgið og lendið fyri øðrum fylgjum. Hjørtur er 120-150 cm høgur og kann viga upp til 800 kg. Hann kann gerast 25 ára gamal. M1 (Keypmannahavnar Metro). M1 hjá Keypmannahavnar Metro, litað grønt á kortinum, koyrir frá Vanløse til Vestamager. Leiðin bindir saman Ørestad grannalagið í Keypmannahavn, Danmark, við miðbýin í Keypmannahavn. Leiðin er hevja yvir jørðina, meðan koyrt verður gjøgnum Ørestad, meðan tað verður koyrt gjøgnum ein tunnil undir miðbýnum. Frá Christianshavn til Vanløse, er leiðin tann sama sum M2. Love. Angel. Music. Baby.. Love. Angel. Music. Baby. er fyrsta solofløgan hjá Gwen Stefani. Fløgan kom út 12. november 2004. Norðurevropa. Norðurevropa er norðasti partur av Evropa. Veðurlagið í Norðurevropa kann vera turt ella slavið, lýtt ella kalt. Norðast er pólveðurlag. Har er nógvastaðni frostmýra, ið nevnist tundra, har runnar og hendinga lág trø vaksa. Eisini sunnanfyri frostmýrarnar eru sumrini flógv og stutt, og vetrarnir kaldir og langir. Hetta veðurlagið verður nevnt tað kalda flótbeltið, og har vøksa stórir nálaskógir. Stórir partar av bæði Russlandi og Norðurlondum hoyra til nálaskógarøkið. Dansk Melodi Grand Prix 1962. Dansk Melodi Grand Prix 1962 var tann 6. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix. Tað gjørdist Ellen Winther, ið vann kappingina við sanginum "Vuggevise". Irak-kríggið. Irak-kríggið var ein langdrigin bardagi, ið USA stóð á odda fyri, og vardi frá 20. mars 2003 til 18. des. 2011. Bardagin byrjaði við at ein samgonga av nógvum londum við USA á odda stóðu saman um at gera innrás í Irak í mars 2003. Tað eydnaðist teimum sameindu herdeildunum at koppa stjórnini hjá Saddam Hussein og Baath-flokkinum. Saddam Hussein hevði tá verið forseti í Irak síðan 1979. Kríggið vardi tó í meira enn 10 ár, av tí at uppreistrardeildir í Irak bardust ímóti teimum sameindu herdeildunum og móti tí nýggju stjórnini. Umleið 151.000 to 600.000 irakar ella fleiri lótu lív undir innrásini og tey næstu 3-4 árini. USA tók seg alment út úr Irak í 2011, og tá endaði kríggið. Men síðan hevur borgarakríggj valda í Irak og í 2014 gjørdist USA aftur partur av stríði í landinum í 2014 og var tá á odda fyri einari nýggjari samgongu í einum kríggi, ið enn gongur fyri seg. Í 2005 varð nýggj grundlóg samtykt í Irak, soleiðis, at landið fekk fólkaræðisliga stýrisskipan. Meðan Hussein hevði valdið varð landið skipað sum fullkomiligt einaræði, og meðan hann stýrdi, mátti irakiska fólkið, serliga kurdarnir, tola nógv. Stjórnin fekk stuðul frá herinum og trygdarløgregluni, sum bardu niður alla politiska mótstøðu í landinum. Innrásin í Irak byrjaði eftir at Saddam Hussein hevði fingið eitt ultimatum um at fara úr landinum. Innrásin byrjaði við einum "shock and awe" bumbuálopi. Irakiskar herdeildir vóru skjótt yvirmannaðar og herdeildir hjá USA fóru inn í landið. Ba'atist stjórnin varð feld og Saddam Hussein varð fangaður í desember 2003 og avrættaður trý ár seinni av einum hernaðardómstóli. Tómrúmið ið uppstóð eftir Saddam Hussein og vánalig leiðsla av tí bráðfeingis stjórnini ið varð sett av teimum sameindu herdeildini, førdi til harðskap, ið av summum journalistum verður nevnt borgarakríggj, í Irak í 2006-07, har harðskapur varð framdur av Sunni og Shi'a trúarbólkum. Harumframt varð eisini uppreistur ímóti USA og teimum sameindu herdeildunum ið vóru í landinum. Harðskapurin førdi til, at USA økti munandi um herdeildir sínar fyri at veita trygd til Baghdad og Al Anbar landlutin. Á vetri 2007-08 byrjaði USA at taka herdeildir sínar úr Irak, og eftir at Barack Obama gjørdist forseti í USA kom ferð á afturtøkuna av amerikonskum herdeildum úr Irak, til teir at enda heilt fóru úr landinum í 2011. Saddam Hussein. Saddam Hussein var einaræðisharri í Irak í 24 ár: 16. juli 1979 til 9. apríl 2003. Meðan Saddam Hussein hevði valdið var landið Irak skipað sum fullkomiligt einaræði, og meðan Saddam sýrdi, mátti irakiska fólkið, serliga kurdarnir, tola nógv. Í 1988 var m.a. fólkadráp framt í Irak, og um 180.000 fólk vórðu myrd. Arorae. Arorae er ein atoll í Kiribati. Atollin hevur 1 279 íbúgvar (2010). Tarawa. Tarawa er ein atoll í Kiribati. Atollin hevur 56 284 íbúgvar (2010). Abemama. Abemama er ein atoll í Kiribati. Atollin hevur 3 213 íbúgvar (2010). Palli Pumm. Palli Pumm eftir A. A. Milne kom út á enskum í 1926 sum Winnie-the-Pooh og á donskum Peter Plys í 1930. The House at Pooh Corner kom út í 1928 á enskum og á donskum "Peter Plys og hans Venner" í 1931. Á føroyskum eru bøkurnar: "Mín fyrsta bók um Palla Pumm" (1998), "Palli Pumm" (1999) og "Palli Pumm og húsið í Pumsarlág" (2000). Emil úr Lønneberg. Emil úr Lønneberg eitur ein røð av barnabókmentum, sum svenski rithøvundin Astrid Lindgren skrivar. Pippi Langsokkur. Søgan um Pippi Langsokk (svenskt: Pippi Långstrump) er helst kendasta søgan hjá Astrid Lindgren (1907-2002). "Pippi Langsokkur fer at keypa" kom fyrstu ferð út í 1946 sum ein partur av tekstbókini "Pippi fer um borð". Nógv verður gjørt burtur úr Pippi. Umframt klæðir, leikur og lutir eru fleiri filmar og teknifilmar gjørdir um heimsins sterkastu gentu, eins og nógvar bøkur eru um hana. Umframt nógvar bøkur á nógvum málum, eru eisini gjørdir filmar og sangleikir um Pippi. Fyrsta bókin um Pippi kom á svenskum í 1945 og í Námi eru trý floksett: "Kennir tú Pippi Langsokk", "Pippi í Suðurhøvum" og "Pippi Langsokkur". Lívið við Louie. Lívið við Louie (enskt Life with Louie) er ein amerikonsk sjónvarpsteknifilmsrøð. Sjónvarpsteknifilmsrøðin hevur verið at sæð í sjónvarpsrásini hjá Fox Kids í m.a. Danmark, Norra og USA. Søgan snýr seg fyrst og fremst um Louie Anderson, men eisini familjan hjá Louie. Prinsessa Sissi. Prinsessa Sissi (franskt: Princesse Sissi) er ein fronsk teknifilmsrøð. Øskufía. Øskufía (enskt: Cinderella) er bygt á klassiska ævintýri hjá Charles Perrault (1628 – 1703). Franskmaðurin Perrault gav fyrstur út nøkur av teimum kendastu fólkaævintýrunum, t.d. bæði Reyðhettu, Tornarósu og Øskufíu. Tað var í 1697. Neyt. Neyt - oksar, búflar og kýr - eru ein tann fjølmentasti alidýrabólkurin. Í India eru eini 200 mió neyt, og 1 mia aðrastaðni í heiminum, í Føroyum eru umleið 1200. Fyrr vórðu neytini mest spent fyri amboð, men nú verða tey mest ald fyri kjøtið og mjólkina. Neytasløgini eru um 200. Alfa. Alfa (stóra Α, lítla α) er tann fyrsti bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Beta. Beta (stóra Β, lítla β) er tann annar bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Gamma. Gamma (stóra Γ, lítla γ) er tann 3. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Känn ingen sorg för mig Göteborg. Känn ingen sorg för mig Göteborg er fyrsta solofløgan hjá Håkan Hellström. Fløgan kom út 13. oktober 2000. Tom & Jerry. Tom & Jerry er ein amerikonsk sjónvarpsteknirøð. Teknifilmurin er um stríðið millum kettuna Tom og músina Jerry. Tom er til tíðir nokkso óreinur, men hann er altíð so óheppin og tí næstan altíð taparin í stríðnum. Jerry er tann klókari og tí tann sum oftast sleppur snikkaleysur. Lindýr. Lindýr (frøðiheiti "Mollusca") er eitt fylki ("phylum") av ryggleysum djórum, tvs. djór ið onki geislarað hava. Lindýr finnast bæði á landi og sjógvi. Tey lindýrini, sum vit oftast møta í Føroyum, munnu helst vera sniglar og maðkar. Av øllum lindýrum eru 4/5 sniglar. Vit kunnu t.d. nevnað sniglar, høgguslokkar og skeljadýr. Lindýrini líkjast ormum í tí, at likam teirra er lint, alt sum tað er. Tey hava hvørki harða húð ella beinagrind, men so hava tey sonevnda kápu uttan á sær ella uttan um seg. Á nógvum lindýrum gevur kápan frá sær kálkevni, sum verður til harða skel ella skeljar, ið eru dýrinum til verju, og sum tað livir innií. Innvølurin er at kalla bygdur eins hjá øllum lindýrum. Til eru bæði einkynjað og tvíkynjað lindýr: tey liva í vatni, í sjónum og á landi. Í Føroyum eru flestu lindýrini sjódýr, á landi eru bara nøkur fá sløg av teimum. Vanligstu lindýraflokkarnir eru sniglar, skeljadýr og høgguslokkar. North Slope Borough. Kort av Alaska har North Slope er merkt. North Slope Borough er tann norðasti landsluturin í amerikanska statinum Alaska í Arktis. Hin 30. juni 2010 var fólkatalið í North Slope-landslutinum 9.430. Høvuðsbýurin og størsti býurin er Barrow. Upprunafólkið á staðnum, inuittar, vóru 68,38 prosent av fólkinum í 2010. Umsitingarliga er hvør av teimum átta bygdunum í North Slope Borough ein eind við egnum borgmeistara. North Slope-økið er samskipað í North SIope Borough við felags umsitingarleiðara. ið eisini ber heitið borgmeistari. Landafrøði. North Slope er alt økið fram við norðurstrondini á Alaska norðan fyri ta stóru fjallarøðina Brooks Range. góðar 500 kilometrar norðan fyn pólknngin. Mót eystri hevur North Slope Borough mark til kanadisku regiónina Yukon og móti suðri er mark til landslutirnar Northwest Arctic Borough og Yukon–Koyukuk í Alaska. Arktis har norðuri er opið hav, sum er fjalt av ísi. Norðast í Alaska er pólveðurlag. Norðast á jørðini er næstan altíð øgiliga kalt. Lægsti hitin, sum nakrantíð er máldur í USA, var í Point Barrow í North Slope Borough í 1971, −62 °C. Veturin er langur, og tá sær sólin als ikki. Um summarið skínur sólin alt samdøgrið, men sólstrálurnar standa á skák, og hitin fer sjáldan upp um frostmarkið. Kodiakoyggj. Kodiakoyggj (enskt Kodiak Island), ið er 9 311,24 km² stór, er næststørsta oyggj í USA. Hon er størsta oyggin í Kodiak-bólkinum í Alaska. Juneau. Juneau er høvuðsstaður í Alaska, og liggur í syðru Alaska, 56 km vestanfyri kanadiska markið og 924 km frá Anchorage. Her búgva 32 660 íbúgvar og hetta ger Juneau til næststørsta býin í stakríkinum. Juneau er eisini ein sjálvstýrandi landslutur. Í Juneau eru hvørki vegir ella jarnbreytir millum bygdir. Øll samferðsla er eftir sjónum ella loftvegis. Men ísurin er nógvur um veturin og tarnar skipaferðsluni, so mesta samferðslan er við flogførunum. Teir brúka eisini tyrlur. Um veturin brúka teir dúgliga kavaskutara ella hundasletu. Anchorage. Anchorage er størsti býur í Alaska. Býurin er handils- og samferðslumiðdepilin í stakríkinum. Har búgva fleiri enn 300 túsund fólk. Niclasen Brøðurnir. Niclasen Brøðurnir var ein føroyskur bólkur stovnaður í 1957. Bólkurin var úr Hvalba. Teir ið mannaðu bólkin vóru, Levi (Óðin Ódn), Jenis, Svenning og Steingrím Niclasen. Bólkurin gav út tvær plátur í 1962, við fýra stakløgum (single 45). Við øðrum heitið, eru teir eisini kendir sum Hvalbiarbrøðurnir. Tá eina plátan kom á marknaðin, var heitið á einum sangi skeivt prenta. Sangurin "Eg leingist" skuldi eita "Mær leingist". Tey av Kamarinum. Tey av Kamarinum var ein føroyskur tónleikabólkur úr Havn í 50'unum og seinni. Tey ið mannaðu bólkin vóru systkini av Kamarinum: Nicolina Jakobsen, Eyðbjørn Jakobsen, Áslakkur Jakobsen, Hjørleif Jakobsen, Ingolf Jakobsen, Jákup Jakobsen - Eisini var systurin Margretha Jakobsen við. Bólkurin var stovnaður í 1955. 17 (tal). Í talskipanum við einum grundtali størri enn 17, verður talið 17 skrivað við bókstavinum H. 18 (tal). Í talskipanum við einum grundtali størri enn 18, verður talið 18 skrivað við bókstavinum I. 19 (tal). 19 (nítjan) er eit tal, ið kemur eftir 18 og áðrenn 20. Í talskipanum við einum grundtali størri enn 19, verður talið ofta skrivað við bókstavinum I (10 er A, 11 B osfr.) 20 (tal). 20 (tjúgu) er eitt líka heiltal og Teljitalið, ið kemur eftir 19 og síðan kemur 21. 21 (tal). 21 (ein og tjúgu) er eitt ólíka heiltal og teljitalið, ið kemur eftir 20 og síðan kemur 22. 22 (tal). 22 er eitt líka heiltal og teljitalið, ið kemur eftir 21 og síðan kemur 23. 23 (tal). 23 er eitt ólíka heiltal og teljitalið, ið kemur eftir 22 og síðan kemur 24. 24 (tal). 24 er eitt líka heiltal og teljitalið, ið kemur eftir 23 og síðan kemur 25. 25 (tal). 25 er eitt ólíka heiltal og teljitalið, ið kemur eftir 24 og síðan kemur 26. 26 (tal). 26 er eitt líka heiltal og teljitalið, ið kemur eftir 25 og síðan kemur 27. Fairbanks. Fairbanks er næststørsti býur, næst eftir Anchorage, í Alaska, USA. Býurin liggur í Fairbanks North Star Borough. Tann 1. jan. 2013 var íbúgvatalið 32 324. Aladdin. Ævintýrini í Túsund og Einari Nátt vórðu søgd í Eysturlondum fyri mongum hundrað árum síðan. Seinni vórðu tey skrivað í stórar bøkur. Eitt tað kendasta er ævintýrið um unga Aladdin, sum finnur eina gamla lampu. Tá ið hann gníggjar lampuna, kemur ein mætur andi, og hjá honum er einki óført. Vit hitta apu hansara og fátæku skyldfólk hansara, ommuna og systrina. Aladdin gerst skotin í Jasmin, dóttur sultanin í Jamar, og hon fær eisini tokka til hansara, men hann er ikki tann rætti til hennara, tí hann er alt ov fátækur. Har er ein óndur gandakallur, sum vil hava magisku lampuna, tí hann vil ráða í Jamar, men Aladdin er heppin og fær fatur í henni. Søgan fer fram í Arábia. Frozen (2013 filmur). "Frozen" ("Frystur"; danskt heiti: "Frost") er ein amerikanskur Disney-3D animatiónsfilmur frá 2013. Um man samanber filmin við aðrar filmar, so liggur hann nummar fimm á listanum yvir filmar, ið hava selt mest. Mett verður at filmurin hevur selt fyri umleið 857 milliónir bretsk pund, síðani hann varð frumsýndur 27. november 2013. Filmurin vann eisini tveir Oscar, ein fyri besta teknifilm og ein fyri besta originalan sang. Framleiðararnir av filminum hava áður sagt, at tey hava fingið íblástur frá ævintýrinum "Snedronningen" hjá danska rithøvundanum H. C. Andersen. Søgan er um tvær systrar og ein bardaga móti einum ævigum vetri. Frozen er um tær báðar prinsessurnar Annu og Elsu. Anna er eitt vanligt menniskja, meðan Elsa dugur at ganda við ísi. Yvirgangsálopini í París í november 2015. Yvirgangsálopini í París í november 2015 var ein røð av skothendingum og bumbuatsóknum á seks ymiskum støðum í París, har ið minst 130 sivilfólk og 7 yvirgangsfólk hava latið lív og 368 fólk vóru særd, av teimum 130 dripnu vóru 89 dripin í Bataclan konserthúsinum. Álopini byrjaðu klokkan 21:16 við trimum einstøkum spreingingum og seks hópskotriðum inni í París — teirra millum vóru bumbubrestir nærindis tjóðarfótbóltsstadion Fraklands Stade de France í norður-forstaðnum Saint-Denis, har franski forsetin var millum áskoðararnar til vinarlandsdyst millum Frakland og Týskland. Tað deyðiligasta álopið fór fram inni í Bataclan teatrinum undir eini konsert við amerikanska metalbólkinum Eagles of Death Metal, har umleið 1500 fólk vóru. Fýra álopsmenn komu inn og fóru upp á balkongina, har teir byrjaðu at skjóta oman yvir mongdina av fólkum við AK-47 Kalasnikov riflum. Fólk fóru í panikk og tóku til rýmingar gjøgnum neyðdyr. Álopsmenninir tóku gíslar og fóru í holt við at avrætta tilvildarlig fólk í teatrinum, ið ikki náddu at flýggja. Løgreglulið stomaðu bygningin klokkan 00:58 lokala tíð, og skutu ein av teimum fýra álopsfólkum, meðan hini trý álopsfólkini tóku lívið av sær sjálvum við at útloysa bumbubeltið, ið tey høvdu bundið um miðjuna. Tilsamans átta álopsfólk eru dripin, og myndugleikarnir leita eftir samsekum, ið enn ganga leys. Forseti Fraklands François Hollande lýsti landið í undantaksstøðu stutt fyri miðnátt tann 13. november 2015 og gav boð um at landamørk Fraklands skuldu steingjast. Álopini. Álopini fóru fram uttanfyri Stade de France, í økjunum kring Rue Alibert, Rue de la Fontaine-au-Roi, Rue de Charonne, Bataclan sjónleikarhúsið á Boulevard Voltaire, Avenue de la République, og Boulevard de Beaumarchais. Gøturnar Alibert og Bichat. Tey fyrstu álopini hendu á gøtunum Rue Bichat og Rue Alibert, nærindis Canal Saint-Martin í 10. arrondissement í París. Álopsfólk skutu móti fólkum uttanfyri Le Carillon, ein café-bar, klokkan umleið 21:20 CET. Síðan hildu álopsfólkini leiðina fram til Rue Bichat og lupu á Le Petit Cambodge (Little Cambodia), ið er ein matstova, og drupu har ellivu fólk, sambært fronsku løgregluni. Ta sigst, at álopsfólkini flyddu í einum ella tveimum akførum eftir skotálopini. Eitt av akførunum segðist at hava belgisk nummarskjøldur. Læknar frá sjúkrahúsinum Hôpital Saint-Louis, ið var nærindis, vóru staddir á Le Carillon, meðan álopini vóru framd og góvu bráðfeingis hjálp til tey særdu eftir álopið. Rue de la Fontaine-au-Roi. Skot vóru loyst av á terassuni á italsku matstovuni La Casa Nostra á rue de la Fontaine-au-Roi, sunnanfyri rue Bichat, av einum manni við maskinbyrsu. Ákærin í París kunngjørdi, at fimm fólk vóru dripin og átta vórðu særd. Eitt eygnavitni greiddi frá, at fólk vórðu dripin av einum byrsumanni á skutara, ið skjeyt "skotrøð við trimum ella fýra skotum." Rue de Charonne. Tveir álopsmenn skutu í fleiri minuttir móti terassuni á, ið er ein matstova á rue de Charonne í 11. arrondissement, áðrenn teir vendu aftur til bil teirra og koyrdu avstað klokkan umleið 21:50. Løgreglan váttað at 18 fólk vórðu dripin av álopsmonnunum, ið skutu á uttandura terassuni hjá matstovuni. Boulevard Voltaire. Ein annar álopsmaður útloysti sín sjálvmorðsbumbuvest á Boulevard Voltaire nærindis Place de la Nation. Klokkan umleið 21:40, sat hann á kaffistovuni og bílegði, áðrenn hann útloysti sjálvmorðsbumbuvestin og harvið tók lívið av sær sjálvum og særdi 15, harav er ein persónur álvarsliga særdur. Hópmorð í Bataclan leikhúsinum. Ein hópskjóting og gíslatøka fór fram á Bataclan leikhúsinum, hvørs eigari til stutt fyri álopið, var ein jødisk familja, á boulevard Voltaire í 11. arrondissement har ið amerikanska rock orkestrið Eagles of Death Metal spældu fyri umleið 1500 fólkum. Initial police reports estimated that 100 people were killed at the theatre, Orkestrið hevði spælt umleið fimm sangir, tá ið spreingingar fóru fram, og førdu til ørkymlan millum tey mongu, ið fyrst hildu, at hetta var partur av showinum. Klokkan umleið 21:45, eftir at konsertin hevði var í ein tíma, komu trýggi til fýra svartklæddir menn við AK-47 byrsum inn í hølið. Vitni hoyrdu onkran av teimum rópa "Allahu akbar" beint áðrenn byrsumenninir kaldir og skipað byrjaðu at skjóta inn í mannamúgvuna. Eitt vitni segði, at hann sá vápnaðir menn fara inn á Bataclan, og tveir ella tríggir menn ið ikki høvdu masku á, skutu tilvildarliga yvir mannamúgvuna. Álopið var umleið 20 minuttir, og vitni hava eisini sagt, at álopsmenninir kastaðu hondgranatir inn í mannamúgvuna. Ein útvarpsmaður, Julien Pearce, ið var á konsertini, segði seinni, at hann sá álopsmenninar sum kaldir og avgjørdir. Hann segði við CNN at tey løgdu byrsurnar tríggjar til fýra ferðir. Offur. 129 offur mistu lívið undir álopunum og 433 vóru særd, harav vóru 80 álvarsliga særd. Av ofrunum doyðu 89 á Bataclan leikhúsinum, 15 á Le Carillon og Le Petit Cambodge, 5 á Café Bonne Bière og La Casa Nostra, 1 á Stade de France, og 19 á La Belle Équipe. Tað er váttað, at offurini komu frá í minsta lagi 26 londum (summi hava meira enn ein statsborgaraskap). Gerningsmenn. Brahim Abdeslam var ein 31-ára gamal fraklendingur, ið búði í Molenbeek í Belgia. Hann framdi skjótingar í 10. og 11. arrondissementunum, og løtu seinni sprongdi seg sjálvan við sjálvmorðsvesti á matstovuni Comptoir Voltaire á Boulevard Voltaire nærindis Bataclan leikhúsið. Harumframt er Abdeslam Salah úr Bruxelles í Belgia, føddur 15. september 1989, eftirlýstur sum samsekur. IS tók ábyrgdina fyri álopunum um morgunin tann 14. november í einum tíðindaskrivi, men IS nevndi tó ikki nakrar smálutir um álopini, ið ikki vóru alment kendir frammanundan. Tað er tó ymiskt ið peikar á, at yvirgangsmenninir vóru partur av IS, og mett verður, at teir hava samskift við IS gjøgnum krypteraða tøkni. Hin 16. november 2015 peikaðu keldur frá fronsku løgregluni á tann 27 ára gamla Abdelhamid Abaaoud frá Molenbeek í Belgia sum tann ið hevði lagt ætlanir um álopini í París. Myndugleikar hava fyrr sett hann í samband við yvirgangsatsóknir, ið vóru forðaðar. AK-47. AK-47 (), ofta bert nevnt Kalasjnikov (eng: Kalashnikov), er ein álopsbyrsa, ið er sniðgivin av Mikhail Kalasjnikov, og framleidd av russiska vápnaframleiðaranum IZH. AK-47 bl varð serliga nýtt av herliðum hjá Warszawasamgonguni undir Kalda krígnum. Byrsan er í dag tað kendasta skotvápnið, ið nakrantíð er framleitt. Tað eru í dag umleið 100 milliónir AK-47 byrsur í heiminum. Bataclan. Bataclan er eitt leikhús, ið liggur á 50 boulevard Voltaire í 11. arrondissement í París, Frakland. Bygningurin varð teknaður í 1864 av arkitektinum Charles Duval, navnið vísir til "Ba-Ta-Clan", ein operetta eftir Offenbach, men tað er eisini ein tilsiping til orðaleikin "le tout bataclan" ("heila lortið"). Tær nærmastu Métro støðirnar eru Oberkampf á Line 5 og Line 9 og Filles du Calvaire á Line 8. Bataclan var ramma um eitt yvirgangsálop um kvøldið tann 13. november 2015, tá ið hópskjótingar og spreingingar drap umleið 87 fólk undir einari konsert við Eagles of Death Metal. Álopið á Halabja. Eiturgassálopið á Halabja var eitt fólkamorð á kurdar framt av Saddam Hussein í Irak, 16. mars í 1988. Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum. Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum (Upprunatittul: "Folk og røvere i Kardemomme by") er ein bók eftir norska rithøvundan Thorbjørn Egner. Í 1955 skrivaði Thorbjørn Egner, søguna um Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum. Í 1961 umsetti Eyðun Johannessen søguna til føroyskan útvarpsleik, sum varð sendur í 1961. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út bókina í 1980, 25 ár eftir at upprunaútgávan kom í Noregi. Bókin og sjónleikurin eru millum best umtóktu barnasøgur yvirhøvur í Skandinavia. Leikurin snýr seg um teir tríggjar dólgarnar í Kardamummubýi, Kaspar, Jaspur og Jónatan, sum um náttina fara út at stjala. Hetta eru fólkini í býnum ikki glað fyri, og siga hetta við Bastian politimeistara. Men Bastian hevur úr at gera við fyrireikingum til stóru Kardamummuveitsluna, sum øll gleða seg so nógv til. Tá stóra Kardamummuveitslan verður hildin, eru øll í góðum hýri, øll uttan tvøra Suffía mostir og dólgarnir. Ein dagin finna dólgarnir uppá at stjala Suffíu mostir, men ætlan teirra gongur ikki sum ætlað. Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum. Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum (Upprunatittul: "Klatremus og de andre dyrene i Hakkebakkeskogen") er ein bók eftir Thorbjørn Egner. Valbakkaskógurin er ein lítil "heimur", sum onkur kanska vil siga, ikki er til, men sum í mangar mátar minnir um okkara egnu stóru verð. Og Klintrimús og Mortan og Bamsi og Mikkkjal og hini øll í skóginum eru ikki vanlig djór, men hugflogið hevur lænt teimum nøkur eyðkenni bæði frá dýrum og fólki. Tey hava nøvn av djórum og nakað væl av útsjóndini við, men hava eisini klæði uttaná sær og ganga á tveimum beinum og búgva í húsum og minna eitt sindur um okkum menniskju í mongum av tí, tey gera og siga og hugsa. Borgarakríggið í Sýria. Borgarakríggið í Sýria () er eitt altjóða vápnað stríð í gongur fyri seg enn í Sýria. Borgarakríggið byrjaði tíðliga um várið í 2011 í sambandi við mótmælini undir Arabiska várinum, við mótmælum kring alt landið móti stjórnini hjá Bashar al-Assad forseta, hvørs herdeildir svaraðu aftur við ógvusligum valdsgerðum. Vakurleikin og Ódjórið. Vakurleikin og Ódjórið (Upprunatittul: Beauty and the Beast) er ein Disney animatiónsfilmur, ið byggir á ævintýrið við sama heiti eftir Jeanne-Marie Leprince de Beaumont frá 1756. Filmurin varð framleiddur av Walt Disney Feature Animation og útgivin av Walt Disney Pictures. Filmurin hevði heimsfrumsýning 13. november 1991, varð frumsýndur í USA 22. november 1991 og varð útgivin sum VHS videofilmur tann 30. oktober í 1992. Filmurin var sera væl umtóktur og seldi fyri 425 milliónir dollarar í biografbilettum og seldi 20 milliónir eintøk sum heimavideofilmur og forvann 200 milliónir dollarar í 1992. Filmurin vann eina Golden Globe virðisløn og varð tann fyrsti animatiónsfilmurin, ið varð tilnevndur Oscar fyri besta film. Hotel Cæsar. Hotel Cæsar er ein norsk sjónvarpsrøð, ið er er framleidd av TV 2 í Noregi. Hotel Cæsar er ein sápuopera um Anker Hansen-familjuna, um arv, minni og um felagsskap - um hvussu familjan og hennara minnið skapar einstaklingin í einari tíð har alt stendur til at rapla - har gomul mentan og familjusøgur syndrast í útlegd. Hotel Cæsar er søgan um eitt hotell og søgan um Anker Hansen-familjuna. Á hotellinum eru m.a. matstovufólk, reingerðarfólk, køksfólk, móttøkufólk, skrivstovu- og krambafólk. Sjónvarpsrøðin fylgir m.a. Juni Anker-Hansen (Anette Hoff), Eva Rosenkrantz (Rudy Claes), Pelle Krogstad (Nikis Theophilakis), Storm Liland Anker-Hansen (Kim-Daniel Sannes), v.f. Hotel Cæsar var fyrstu ferð á skránni í okt. 1998, og hevur koyrt á meir ella minni sama hátt síðan. Sjónvarpsrøðin hjá Tv2 gjørdist beinavegin væl umtókt í Norra. TV 2 í Noregi hevði fram til oktober 2015 gjørt 2889 partar av sjónvarpsrøðini. Burj Al Arab. Burj Al Arab er eitt 7-stjørnað hotell ið liggur í Dubai í Sameindu Emirríkjunum. Í 1999 læt nú heimskenda eyðkennismerkið í Dubai, hotellið Burj Al Arab, upp. Tað stendur á eini gjørdari oyggj út fyri strondina í Dubai. Har slepst einans til við tyrlu ella eftir eini privatari brúgv. Hotellið er 320 metrar høgt og er seglformað, næstan tveir kilometrar av 24 karat blaðgulli og 23.444 kvadratkilometrar av marmori sýna ómetaligt luksus og oyðslusemi. Her starvast 1.600 starvsfólk við meir enn 80 ymiskum tjóðskapum, sum fjálga um kundarnar. Jólatræ. Eitt jólatræ er eitt granntræ, sum um jóltíð verður sett inn í stovuna í ein jólatræsfót, ið er gjørdur til endamálið, og síðan verður træið pyntað við jólastjørnum, jólahjørtum og øðrum jólatræspyntil. Søga. Í 1500 og 1600 talinum byrjaðu týskir handverkarar at hava eina jólaveitslu, har teir settu eitt granntræ upp og prýddu tað. Børnini fingu tær gávurnar, sum hingu á trænum. Í 1605 skrivar ein ókendur, at í Suðurtýsklandi var vanligt at seta eitt granntræ upp inni i stovuni, prýða tað við pappírsrósum, súreplum og øðrum. Hesin siðurin breiddi seg um alt landið, og í Danmark verður hildið at fyrsta jólatræið var pyntað í 1808. Siðurin er komin til Føroya úr Danmark. Barduhvalur. Barduhvalur (Mysticeti) er ein hvalur, sum ikki hevur tenn, men bardur. Hetta eru trevsutar hornplátur, sum standa í røðum í kjaftinum. Tá ið so hvalurin svimur við opnum kjafti, kemur æti inn í kjaftin og verður hangandi í trevsunum, tá ið hann sílar sjógvin út aftur. Dømi um barduhval er heimsins størsta djór, royður (bláhvalur). Tannhvalir. Tannhvalir (Odontoceti) eru hvalir, sum hava tenn. Dømi um tannhvalir eru: grindahvalur og mastrahvalur/bóghvítuhvalur, augustur og nísa. Gáta. Ein gáta er ein stutt søga, sum endar við einum spurningi. Viðhvørt eru gátur settar saman upp á rím. Tað hevur altíð verið vanligt í Føroyum at bera upp gátur. Papýrus. Papýrus er eitt av heimsins elstu pappírum, sum varð gjørt í Egyptalandi fyri 4000 árum síðani. Papýrus varð gjørt úr plantuni "Cyperus Papyrus". Uppskriftin upp á hetta tilfarið var so loynilig, at hon varð ikki skrivað niður, men borin munn av munni gjøgnum ættarliðini. Papýrus plantan varð roknað sum heilag, blóman sjálv var ímyndin av sólini, meðan hin tríhyrnti stelkurin var egyptiska teknið fyri ævinleika. Pátrúgv. Pátrúgv er trúgv á yvirnatúrligar máttir Frigg. Frigg er kona Óðins. Navn hennara merkir, "tann sum elskar". Frigg er ein sera klók gudinna, sum ofta ráðgevur Óðini. Frigg er gudinna fyri hjúnarlagnum. Tað varð biðið til hana í samband við barnsburð, og mammur bóðu ofta til hana um kríggseydnu fyri synunum.Frigg er mest kend sum ein av teimum trimum konunum hjá Óðini og mamma Baldur. Líka sum Óðin sær Frigg eisini fram í framtíðina.Navnið Frigg merkir hústrú og tann elskaða, og hon verður sett í samband við sítt hjúnaband og sína familju. Hon er gudinna fyri hjúnaband og kærleika. Nógv halda, at Frigg og Freja eru tær somu gudinnurnar, tí tær hava nógv líka eyðkenni,  men tað eru tær ikki. Frigg er kona Óðins, sjálvt um hann fekk eitt barn við Freju. Tó høvdu báðar gudinnurnar ein fuglaham, sum kundi gera tær til ein fugl og flúgva. Eisini eru tær tvær tær týdningarmestu gudinnurnarr, sum eru. Sjálvt um Frigg hevði ein mann, búði hon einsamøll í einum húsi í Ásgarði, sum æt Fensalir. Her býr hon saman við sínum kvinnum. Fulla er tann góða vinkonan og arbeiðskonan Gná hennara boðberi og Hlin sum verjir tær, sum Frigg hevur valdi á. Dreki. Ein dreki er ævintýrvera, djór við ormakroppi og veingjum. Víkingaskip kunnu hava stevni líkum drekahøvdi - drekaskip. Í Føroyum kenna eisini kappróðrarbátar við drekastevni, t.d. bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag. Bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag eru, (5mf) Sílið, Drekin, Títlingur, Ingibjørg, (6mf) Gongurólvur, (8mf) Ørvur og so tann vælkendi Havnarbáturin (10mf) Skaðadjór. Sum orðið sigur, so er skaðadjór til skaða. Rottur og mýs eru ikki til gagn og tí óynskt. Kommunur hava skyldu til at hava eina virkna týning av skaðadjórum, eins og fólk skulu gera sítt til, at skaðadjór ikki spjaðast. Matframleiðandi virki skulu somuleiðis hava eina skipaða fyribyrging og týning av skaðadjórum. Hetta fyri ikki at spjaða smittu til matvøruna. Dømi um skaðadjór í mun til matvøruframleiðslu eru flogkykt, fuglur, rotta, hundur, ketta og seyður. Fyribyrging kann millum annað vera at hava tættan bygning, flugunet fyri vindeygu, at reint og ruddiligt og avbyrgt er uttan um virkið. Týning kann vera rottueitur, músafella, flugudrepari og líknandi. Tað er ymist, hvar vit finna rottur og mýs í Føroyum. Í summum oyggjum er bara annað slagið, men í øðrum eru bæði sløgini. Nakrar oyggjar eru, har hvørki mýs ella rottur finnast, t.d. í Kalsoynni, í Koltri og í Stóru Dímun. Kavi. Kavi er vatndampur, sum frystur høgt uppi í luftini og síðani dettur niður sum kavi. Breakdansur. Breakdansur (á enskum nevnt Break dancing ella B-boying) er eitt slag av gøtudansi, har nógvar akrobatiskar rørslur eru við, t.d. at snara runt á høvdinum. Dansurin byrjaði mitt í 1970 í USA, har tað serliga vóru amerikanarar ið vóru ættaðir úr Afrika, ið dansaðu Breakdans. Dansurin var eisini vælumtóktur millum ungir puertorikanarar. Dansurin breiddi seg til nógv onnur lond. Rapping. Rapping er ein formur fyri at tosa á rútmiskan hátt. Ofta verður rappað til hip-hop tónleik Arabiska hálvoyggin. Arabiska hálvoyggin er ein hálvoyggj í Miðeystri. Niue. Niue er sjálvstýrandi oyggj í Polynesia, men undir nýsælandskum kongadømi. Hóast Niue hevur heimild til at krevja inn skatt og ongar fíggjarligar skyldur hevur mótvegis Nýsælandi, hevur Nýsæland bundið seg til framhaldandi at veita Niue neyðuga fíggjarliga og umsitingarliga hjálp. Embætisfólk úr Nýsælandi luttaka í grannskoðan av landsroknskapunum hjá Niue og eru eisini umboðað í nevndini fyri almenna umsiting í Niue. Frælsur felagsskapur. Frælsur felagsskapur er ein skipan, har miðveldið í orðsending boðar ST frá, at ein ávísur ríkislutur ella land undir yvirræði tess frameftir verður í frælsum felagsskapi við miðveldið. Vanliga eru uttanríkismál og verjumál felags í tílíkum felagsskapi og liggja tey í høvuðsheitum hjá miðveldinum. Frælsur felagsskapur verður vanliga skipaður við sáttmála millum tilknýtta landið og miðveldið, har myndugleikabýtið teirra millum er ásett. Í sáttmálanum er eisini áseting um, at tað tilknýtta landið hevur rætt at fara burturúr felagsskapinum og stovnseta egið fullveldisríki. Alheimsgerð. Alheimsgerð ella globalisering eru orð ið verða brúkt um eina vaksandi samhandil millum lond, útvekslan av mentan og búskapi millum teir ymisku heimspartarnir og at ríkismørk missa týdning, eitt nú í heimshandli. Altjóða felagsskapur. Felagsskapur, ið fullveldisríki kunnu gerast limir í (dømi: ST). Eisini nevndur millumtjóða felagsskapur. Heimastýri. Skipan, har ein ríkislutur hevur serstakar sjálvstýrisheimildir (dømi eru Føroyar, Grønland, Áland og eisini Skotland). Panamaveitin. Panamaveitin er millum heimsins mest týdningarmiklu sjóvegis farvegir. Søgan. Í fleiri øldir høvdu fólk og landastjórnir droymt um eina sjóleið, ið kundi binda saman Atlantshavið og Kyrrahavið, tvørtur um tann 80 kilometur breiða Panamaslættan í Panama. Fyrsta roynd. Longu í 1534 kannaði týsk-rómverski keisarin Karl fimti, sum eisini var kongur í Spania, um tað var møguligt at gera eina siglingarveit á staðnum, so siglast kundi úr Atlantshavinum tvørturum Panamaslættan beinleiðis yvir í Stillahavið. Men eftirmaður Karl fimta á sponsku trónuni, Filip annar, hevði ongan hug at fara undir ætlanina. Hann metti at trupulleikarnar, sum verkfrøðingar vístu á, vóru alt ov umfatandi. Hann skal eisini hava sagt, at ætlanin var “ímóti Guds vilja. Næsta roynd. Í 1880 átók eitt franskt felag, undir leiðslu av fransmanninum Ferdinant de Lesseps, sær at gera Panamaveitina. Ferdinant de Lesseps hevði staði á odda, tá Suez veitin var grivin, og var kendur fyri bragdi, sum Suezveitin var mett at vera. Tá fransmenn fóru til verka gjørdist skjótt greitt, at her vóru trupulleikar, sum ikki var roknað við frammanundan. Fyrsti stóri trupulleikin, ið tók seg upp vóru mongu lívshóttandi sjúkurnar, sum raktu arbeiðsfólkið. Talan var um sjúkur, sum t.d. kolera, malaria, gulur fepur og pest. Fyri hesar sjúkur fanst tá ongin grøð­andi heilivágur. Og lendið var eisini ein stór plága í nógvar aðrar mátar. Har var hópur av eitrandi slangum, flogkyktum, mórudíkjum, kyksendi, flóðaldum og jarðskjálvtum. Arbeiðsfólkið var eisini plága av skriðulopum, ið kundu taka meira enn 55.000 rúmmetrar av mold og fjala hús, jarnbreytir og gravimaskinur í hópatali. Vanliga tók tað arbeiðsfólkinum fleiri vikur at rudda upp eftir slík skriðulop. Mett var at 21.900 mans lótu lív, tá fransmenn stóðu fyri arbeiðinum. Tað vóru túsundtals franskir smáspararar, ið fíggjaðu verkætlanina hjá Ferdinant de Lesseps, ið endaði sum ein av heimsins størstu gølum, tá verkætlanin fór á húsagang. Fyri at bjarga tí, sum bjargast kundi var eitt annað felag stovnað, men eisini tað miseydnaðist. Triðja roynd. Í 1902 eydnaðist at selja verkætlanina til USA fyri 40 milliónir dollarar, sum tá sjálvandi var ein risa upphædd. Men amerikanarar vóru nøgdir við handilin, og við forsetanum Theodore Roosevelt var við góðum hugi farið undir arbeiði at knýta saman Atlantshavið og Kyrrahavið. Amerikanarar mettu sjálvandi ikki at hetta fór at vera ein stórvegis trupul uppgáva, men ongantíð áður hevur ein byggiætlan rent seg í so nógvar forðingar. Tá verkætlanin var liðug var mett at umleið 27.500 arbeiðsmenn høvdu latið lív frá tí, at fransmenn byrjaðu arbeiðið til veitin var liðug í 1914. Empire State Building. Empire State Building er 5. hægsti bygningur í USA. Millum annað var hann heimsins hægsta háhús í 40 ár, og onki annað hús í heiminum er so væl vitjað, sum hesin bygningur í New York City. Umleið 1,5 mió. fólk fara á hvørjum ári inn í elevatorarnar fyri at sleppa so langt upp sum gjørligt; bygningurin er 448,5 metur høgur. Eftir yvirgangsálopið á World Trade Center í 2001 gjørdist Empire State Building aftur hægsti bygningur í New York. Tilfarið í bygninginum vigar um 330 túsund tons. Bygningurin er sum ein býur í býnum; hann veitir sínum 16.000 leigumálum allar hugsandi tænastur sum t.d. eitt stór tal av bankum, matstovum, vøruhúsum og ferðamannastovum. At flyta fólkið upp og niður í bygninginum eru 73 elevatorar og 4 rullandi trappur. Í bygninginum eru 5.600 kilometrar av telefonleidningi. Til el eru 750.000 metrar av el leidningi. Til reingerð og viðlíkahald av bygninginum eru 400 fólk í føstum starvi. Kinesiski múrurin. Kinesiski múrurin er eisini kendur undir heitinum Tann stóri múrurin. Farið var undir at byggja múrin í seinna parti av 14. øld. Seinasti parturin var bygdur í byrjanina av 17. øld. Múrurin varð ikki bygdur sum ein samanhangandi eind; hann var bygdur í brotum. Arbeiði var gjørt, meðan sonevnda Ming-dynastiið hevði ræði í Kina. Endamálið var at verja Kina ímóti álopum frá mongolskum og turkiskum ættarbólkum. Samlaða longdin verður mett at vera um 8.851 km. Tilfarið í múrinum er grót, eyrur og mold. Hæddin á múrinum skiftir frá 4,5 til 15 metur; breiddin frá 4,5 til 9 metur. Uppiá múrinum er ein vegur, sum er vardur við múrum uppi á múrinum. Við jøvnum millumbili eru bygd torn til vaktarhald; tey eru tilsamans eini túsund í tali. Múrurin varð bygdur av trælum, sum nógvir lótu lív undir arbeiðinum. Teir vóru - í stórum tali - jarðaðir inni í múrinum, og tí verður kinesiski múrurin eisini nevndur “heimsins longsti kirkjugarður”. Mett verður, at um ein millión mans luttóku í arbeiðinum at byggja múrin. Í dag eru partar av múrinum friðað øki, og flestu ferðafólk, sum vitja í Beijing ynskja at síggja múrin. Tí verða eisini nógvir túrar gjørdir til múrin, og ferðafólk fáa høvi at spáka sær ein stuttan túr á múrinum. Adventist Development and Relief Agency. Adventist Development and Relief Agency (stytt ADRA) hevur gjøgnum tíðina ment seg, og virkar í dag sum sjálvstøðugur felagsskapur - skilt frá Adventistakirkjuni. Endamálið hjá ADRA er at arbeiða við menningar- og neyðhjálp til tess at stuðla menniskjum í neyð, óansæð húðalit, kyn, og hvat tilknýti tey hava til politikk ella religión. Adventistakirkjan byrjaði at arbeiða við neyðhjálp stutt eftir Fyrsta heimsbardaga og setti á stovn SAWS (Seventh Day Adventist World Service). Mercy Corps. Mercy Corps er ein hjálparfelagsskapur, ið varð settur á stovn í 1982. Fyrsta menningarverkætlanin var í Honduras sama ár. Høvuðsendamálið er at berja niður líðing, fátækaradømi og trælkan við at byggja upp trygg, framleiðandi og rættvís samfeløg. Mercy Corps arbeiðir víða í heiminum og hevur høvuðssæti í USA. Lakssild. Lakssild ("Maurolicus muelleri") er ein lítil, silvurlittur fiskur av ættini ljósfiskar, ið hava ljósgøgn runt um á kroppi og høvdi. Um bakið er hon svørt. Síðurnar skína silvurlittar. Hon hevur nógv týðilig ljósgøgn, serliga á undirsíðuni á øllum fiskinum. Hon er vanliga 4-6 cm long, í mesta lagi 9 cm. Hon gerst ikki nógv eldri enn 3 ár og er gýtingarfør longu eftir einum ári. Gýtingin er í tíðarskeiðnum mars til septembur. Hon gýtir millum 200-500 rogn, ið flotna upp í vatnskorpuna og klekjast har. Av tí at lakssildin veksur skjótt, livir stutt og er tíðliga gýtingarfør, verður framleiðslan í stovninum sera høg. Tann skjóti vøksturin, stutta livitíðin og víða útbreiðslan ger, at samlaða nøgdin er sera stór í havinum og tí kann lutfalsliga nógv takast burtur úr stovninum, uttan at nerva hann munandi, t.v.s. nógv túsund tons. Lakssild er helst væl egnað til fiskamjøl, tí hon er feitur fiskur. Fitiinnihaldið í fiskinum er umleið 5,5% av vektini, og av hesum feitti, eru bert 15% sokallað vaxester feitt, ið ikki er serliga nýtiligt í olju- og mjølframleiðslu. Tí er lakssild vælegnað sum ídnaðarfiskur, um borið verður saman við prikkafisk, ið hevur nógv størri innihald av vaxester feitti. Hon livir uppi í sjónum (uppsjóvarfiskur) yvir djúpum vatni (mesopelagisk), upp móti vatnskorpuni á nátt, og niður á umleið 300 metrar um dagin. Hon er tó fingin heilt niðri á 1.500 m dýpi. Føðin er einamest reyðæti, krill og amphipodur, sum øll eru krabbadjóraæti, ið eru at finna í stórum nøgdum í verðinshøvunum. Lakssildin ferðast upp í sjógvin um náttina at leita sær føði. Hon fer aftan á djóraætinum, ið eisini fer uppeftir um náttina. Tá tað lýsir, fara bæði æti og lakssild niður í myrkrið at fjala seg fyri ikki at verða etin. Lakssild er føði hjá millum annað upsa og toski úti í kantinum, og hjá makreli, sild og laksi uppi í sjónum. Lakssild er undir Íslandi og Føroyum suður móti Antarktis. Í Miðjarðarhavinum, Kyrrahavinum og sunnarlaga í Indiahavi. Er eisini við Hawaiioyggjar. Í Vesturatlantshavinum er hon frá 40°N suður til Falklandsoyggjarnar. Lakssild er vanlig undir Føroyum og sæst ofta í fiskamaga og á troldekki, dottin úr netinum. Burj Khalifa. Burj Khalifa er hægsti bygningur í heiminum og stendur í Dubai í Arábisku Emiratunum. Hann er 829,8 metrar høgur, og tað merkir, at hann er bara góðar 50 metrar lægri enn Slættaratindur. Tað tók seks ár at byggja Burj Khalifa, sum stóð klárt 4. januar í 2010. Orsøkin til at arábar fóru undir at byggja Burj Khalifa var, at tey hildu at ferðafólk fóru at koma at vitja Dubai, um heimsins hægsti bygningur var har, og rætt høvdu tey, tí fólk ferðast í stórum tali til Dubai, fyri at síggja heimsins hægsta bygning. Meginparturin av Burj Khalifa verður nýttur til íbúðir, har fólk búgva, men har eru eisini skrivstovur, hotell og matstovur, umframt at vitjandi kunnu fara upp á 148. hædd. Karlamagnusar kvæði. Karlamagnusar kvæði er eitt kvæði ið snýr seg um Karlamagnus og hansara tólvjavningar Delta. Delta (stóra Δ, lítla δ) er tann 4. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Í støddfrøði og alisfrøði verður bókstavurin m.a. brúktur um mun (differens). Rólandskvæði. Tær átta fasurnar í Rólandskvæðnum, avmyndaðar í sama bílæti Rólandskvæði (franskt "La Chanson de Roland") er ein episk yrking, ella kappakvæði, ið byggir á Runsivalsstríðið í ár 778, undir stjórnaskeiði Karlamagnusar. Hon er elsti varðveitti teksturin í fronskum bókmentum, og finst í fleiri útgávum, og sýnir hetta hvussu vælumtóktur hesin tekstur var frá 12'tu til 14. øld. Ætlandi varð yrkingin skrivað í tíðarskeiðnum millum 1040 og 1115; elsta útgávan frá 1040, við seinni ískoytum og broytingum gjørdar fram til uml. 1115. Endaligi teksturin fevnir uml. 4.000 reglur. Yrkingin er, saman við spanska "Cantar de Mio Cid", eitt framúr dømi um kappakvæði ("chanson de geste"), ið var ein bókmentagrein sum blomstraði frá 11'du til 15. øld, og fagnaði kappabrøgdum. Epsilon. Epsilon (stóra Ε, lítla ε) er tann 5. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Zeta. Zeta (stóra Ζ, lítla ζ) er tann 6. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Eta. Eta (stóra Η, lítla η) er tann 7. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Navajo Nation. Navajo Nation (navajoiskt: Naabeehó Bináhásdzo) er eitt reservat í USA, t.v.s. eitt stað serliga ætlað navajo-indiánarum. Navajo Nation varð sett á stovn 1. juni í 1868, og breiðir seg yvir 71,000 km2 í Arizona, New Mexico og Utah. Har búgva sløk 300,000 fólk, harav umleið 3,000 í og kring høvuðsstaðin Window Rock. Teir, sum búgva í reservatum, hava serlig forrættindini, sum t.d. at teir sleppa undan at gjalda skatt. Um mentanina hjá navajofólkinum verður sagt, at tey flestu halda áfram við síni gomlu mentan við m.a. veiði og berhenting. Theta. Theta (stóra Θ, lítla θ) er tann 8. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Mao Zedong. Mao Zedong (siðbundið kinesiskt: 毛澤東, einfalt kinesiskt: 毛泽东, pinyin: "Máo Zédōng"; Wade-Giles: "Mao Tse-tung", føddur 26. desember 1893 í Shaoshan í Hunan í Kina, deyður 9. september 1976 í Beijing) var leiðari av kommunistaflokkinum í Fólkalýðveldið Kina frá 1935 til deyða sín í 1976. Sarasenar. "Sarasensk hergonga", myndprýðing frá 1890. Sarasenar ella sarakenar, var upprunaliga heitið sum rómverjar nýttu um íbúgvarnar ið líktust frá arabarunum, og sum búðu í oyðimørkunum nær við rómverska landslutin Sýria. Seinni, serliga undir krossferðunum, bleiv heitið brúkr um muslimar sum heild. Tá hevði heitið fingið ein neiligan klang í tí kristna Europa. Uppruni (Etýmologi). Saraseni kemur frá grikskum sarakēnoí, "Σαρακηνός", ið ætlandi kemur frá arabiskum ("sharqiyyin"), ið merkir "eysturlendingur". Upprunin til arabiska orðið er tó ivasamt. Ein tann fyrsta keldan til orðið, er verkið eftir Ptolemæus "Geografike hyfegesis" frá 100-talinum e.Kr. Hann umtalar fólkaslagið "Sarakenoi," ið búði í útnyrðingspartinum av arabisku hálvoynni, og sum hann skilir burturúr arabarunum. Orðið kann vera komið til vesturevropa gjøgnum eysturrómverska ríkið og krossfararnar. Hann nevnir haraftrat "Sarakene" sum eitt øki í norður Sinai, ið er navngivið eftir býnum "Saraka" á somu hálvoyggj. Eftir at islam tók yvir í Miðeystri, og serliga í krossfararatíðini og miðøldini, varð orðið nýtt sum alment heiti fyri muslimar, óansæð um talan var um arabar ella ikki. Serliga varð heitið nýtt um muslimar á Sicilia og í suður Italia. Barrow. Býarmynd úr Barrow. Alt er sandur. Húsini standa á pelum orsakað av permafrostinum. Utqiagvik (almenna navnið var Barrow fram til desember 2016) er norðasta bygd í Alaska (og í USA), og liggur í North Slope Borough. Her búgva umleið 4200 fólk. Bæði fólkið og mál teirra kallast inupiat. Fólkið er av mongolskum uppruna og hevur búð her í eini 10.000 ár ella meira. Fornfrøðiligir fundir vísa á búseting í Barrow í eini 3000 ár. 7025 fólk búgva í North Slope Borough-økinum. og gott 4200 av teimum í Barrow. Ongir møguleikar er í økinum til nakað slag av landbúnaði. Lendið er kargt og oyði. Permafrost er bara ein hálvan metur undir jørð. Økið er avkavað einar átta til níggju mánaðir um árið. Bamako hotel álopið í 2015. Bamako hotel álopið í 2015 fór fram hin 20. november 2015 og var eitt yvirgangsálop við hópskjótingum og gíslatøku av umleið 170 fólkum á Radisson Blu hotellinum í Bamako, ið er høvuðsstaður og størsti býur í Mali. 19 fólk vórðu dripin áðrenn serdeildir frá herinum stormaðu bygningin og bjargaðu teir gíslar ið enn vóru á lívi. Al-Mourabitoun átók sær ábyrgdina fyri álopinum á Twitter, meðan álopið fór fram. Sambært yvirgangfelagsskapinum Al-Mourabitoun varð álopið framt í samstarvi við Al-Qaeda í islamiska Maghreb; ein Al Qaeda limur, ið noktaði at siga sítt navn, váttaði, at teir báðir bólkarnir høvdu framt álopið í felag. Offur. Forsetaskrivstovan í Mali boðaði frá, at 19 fólk vóru deyð. Av teimum vóru tveir borgarar úr Mali, 6 russarar, 3 kinesarar, ein israeli, ein belgiskt starvsfólk úr Wallonska tinginum, og ein amerikanskur starsborgari. Kivik. Kivik er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki. Í 2010 var fólkatalið 960. Vitjunarverd støð. Beint sunnanfyri Karakås liggur Stenshuvud. Í vegjaðaranum á veg til Karakås, nærindis Bredarör, liggur "Kiviksgraven" og nakað longri suðuri er Ängakåsen, ið er eitt fornminni, steinar settir í avlangan runding eins og skrokkur á skipi. Á Bredarörsvägen, á veg til Kiviksgraven og Karakås, liggur eisini savnið Kiviks museum, ið er tað elsta savnið í Österlen. Regent's Park. Regent's Park (almenna enska navnið er The Regent's Park) er ein av teimum kongaligu parkunum (Royal Parks) í London. Parkin liggur í útnyrðingspartinum av London, lutvíst í City of Westminster og lutvíst í London Borough of Camden. Í parkini eru Regent's University London og djóragarðurin London Zoo. Oxford Street. Oxford Street er ein stór gøta í City of Westminster í West End í London. Tað er mest fjølgongda handilsgøta í Evropa, við umleið einari hálvari millión vitjandi um dagin, og í 2012 hevði umleið 300 handlar. Oxford Street er ein partur av A40, ið er ein høvuðsvegur millum London og Fishguard, hóast hann ikki er teknaður sum ein slíkur, og ferðsla er regluliga avmarkað til bussar og hýruvognar. Yangtze. Yangtze Áin (ella), (Kinesiskt: 长江, "Cháng Jiāng"), kend í Kina sum "Chang Jiang" ella Yangzi'", er tann longsta áin í Asia og tann triðlongsta áin í heiminum. Hon rennur ígjøgnum frá jøklunum á Qinghai-Tibet háslettanum í Qinghai eystureftir gjøgnum útsynningspartin av Kina, mið-Kina og Eysturkina, áðrenn hon at enda rennur út á sjógv í Eysturkinesiska Havið í Shanghai. Áin er tann longsta ið heiminum ið bert rennur gjøgnum eitt land. Hon veitir burtur vatn úr einum fimtaparti av jarðarøkinum í Kina, og í økjunum fram við ánni býr ein triðingur av fólkinum í Kina. Yangtze áin hevur eisini millum heimsins størstu frárenslum. Ein partur av Yangtze rennur gjøgnum djúpar gjáir í vestara Yunnan og er partur av Tjóðarlundini Tríggjar Javnfjarar Áir í Yunnan, ið er ein UNESCO Heimsarvur. Vatnbyrgingin hjá teimum trimum gjáunum í Yangtze ánni er heimsins størsta vatnorkuverk. Yangtze áin spælir ein stóran leiklut í søgu Kina og fyri búskapinum í landinum. Tað múgvandi Yangtze áarósin framleiðir eisini so nógv sum 20% av BTÚ hjá Kina. Kinesiskt. Av tí at upprunin til Yangtze ikki varð staðfestur fyrr enn í nýggjari tíð, so hava kinesarar givið ánni ymisk nøvn til niðaru og ovaru partarnar av ánni. "Yangtze" var í veruleikanum navnið á Chang Jiang fyri tann niðara partin frá Nanjing til áarmunnnan við Shanghai. Men eftirsum vesturlendskir trúboðarar fyrst og fremst vóru virknir í hesum økinum, og kendu til navnið á hesum strekkinum av Chang Jiang, so varð "Yangtze áin" nýtt um alla Chang Jiang á enskum. Tað skal viðmerkjast, at í Nýkinesiskum, verður Yangtze enn nýtt um niðara partin av Chang Jiang frá Nanjing til áarmunnan. Yangtze verður aldri nýtt um alla Chang Jiang ánna. "Chang Jiang" – "Áin Langa". "Chang Jiang" (长江/長江) er tað nýtíðar kinesiska navnið fyri tann lægra partin av Yangtze frá samanrenningini við Min ánna í Yibin í Sichuan til áarmunnan í Shanghai. "Chang Jiang" merkir bókstaviliga "Langa Áin." Í fornøldini var hetta strekki av ánni nevnt, "Jiang", ein kinesiskur bókstavur, ið sambindur vatnið radikalt við tað einsljóðandi (nú úttalað "gōng", men "*kˤoŋ" á fornkinesiskum.) "Krong" verður hildið at vera eitt orð á tí Austroasiatiska málinum hjá lokalum fólkasløgum, sum t.d. Yue og líkist "*krong" á Proto-Vjetnamesiskum og "krung" á Mon, øll hesi merkja "áin". Undir Han-ríkinum, hevði orðið "Jiang" fingið týdningin "einhvør á" á kinesiskum, og fyri at skilja ímillum hesa og allar aðrar áir, varð henda nevnd "Stóra Áin" ("Dàjiāng"). "Jinsha Jiang" – "Gullsandá". Jinsha áin (, lit. "Gullstøv" ella "Gylta-Sandaða Áin") er navnið á av Yangtze frá Yibin longri uppi til áarmótið við ánna nærindis Yushu í Qinghai. Frá Fornøld til Ming ríkið, var hesin parturin av ánni hildin at vera ein tvørá hjá Yangtze, meðan Min áin var hildin at vera høvuðskeldan til ánna omanfyri Yibin. Í yrkingini "Fagnaður til Yu", ið er skrivað í fimtu øld á.Kr., verður hesin parturin nevndur "Hei Shui" ella "Svarta Vatnið." Navnið "Jinsha" kemur upprunaliga frá Song ríkinum, tá ið áin lokkaði eitt stórt tal av gullgravarum. Gullgravarí heldur fram í Jinsha ánni heilt til dagin í dag. Áðrenn Song ríkið, vóru onnur nøvn nýtt, t.d. Lújiāng (瀘江) frá tíðini við Trimum Kongsveldum. Tongtian áin. Tongtian River (, lit. "Áin Rennur Gjøgnum Himmalin") greiður frá partinum frá Yushu upp til áarmótið við Dangqu ánni. Navnið kemur frá ævintýrum úr "Journey to the West" (Ferðin Vestureftir). Í fornøldini var hon nevnd Yak áin. Á Mongolskum, er hetta strekkið á ánni kent sum Murui-ussu (lit. "Winding Stream"). og av og á varð tikið feil við Baishui, ið er nærindis. Tuotuo áin. Tuotuo áin (, p "Tuótuó Hé", lit. "Grátkomna Áin" er tann almenna høvuðsáin á Yangtze, og rennur frá jøklunum frá Gelaindong Massif í Tanggula Fjøllunum í útsynningspartinum á Qinghai til áarmótið við Dangqu ánna ið skapa Tongtian ánna. Á mongolskum er hesin parturin av ánni kendur sum "Ulaan Mörön" ella "Reyða Áin". Búskaparligi týdningurin. Við síni stødd og longd er Yangtze tann týdingarmiklasti vatnvegurin í Kina. Áin verður í stóran mun brúkt til flutning av vørum og tilfari til tey stóru ídnaðarøkini í og nærindis Shanghai, Chongqing og Wuhan, hagar millum annað stórar mongdir av koli og jarnmálmi verða fluttar eftir ánni. Österlen. Österlen er ein landspartur í Skåne í Svøríki. Han-ríkið. Han-ríkið () var tað annað keisararíki í Kina, avloysti Qin-ríkið (221–207 á.Kr.) og síðani kom tíðarskeiði Trý Kongsríki (220–280 E.Kr.). Han-tíðin fevnir um fýra øldir og verður mett at vera eitt gylt tíðarskeið í søgu Kina. Til í dag rópar stórsti fólkabólkurin í Kina seg fyri Han-fólkið, hesin etniski bólkurin er tann allarstørsti í Kina. Tey nevna eisini kinesiskir bókstavir fyri Han-bókstavir. Han-ríkið varð stovnað av uppreistrarleiðaranum Liu Bang, ið eftir deyða sín er kendur sum Keisari Gaozu av Han, og varð avbrotið av Xin-ríkinum (9–23 AD) av fyrrverandi regentinum Wang Mang. Hetta stjórnarloysið býtir Han-ríkið sundur í tvey tíðarskeið: Vestara Han ella Fyrrverandi Han (206 á.Kr. – 9 e.Kr.) og Eystara Han ella Seinna Han (25–220 e.Kr.). Keisarin var ovast í Han samfelagnum. Hann stjórnaði stjórnini, men deildi valdið við aðalin teir útnevndu ráðharrarnar, ið fyri tað mesta komu frá teimum lærdu úr lágaðalstættini. Han-ríkið var býtt sundur í øki, ið vóru beinleiðis stýrd av mið-stjórnini. Tey nýttu harvið eina nýhugsan, ið varð arvað frá Qin og kend sum Kommandarí, og eitt ávíst tal av lutvíst sjálvstýrandi kongsríki. Hesi kongsríki mistu við tíðini alt sjálvræði, serliga eftir Uppreisturin av teimum Sjey Statunum. Frá stýrinum hjá keisara Wu og frameftir, stuðlaði kinesiski rætturin alment Konfusionismuni innan útbúgving og í rættarpolitikki, sameint við kosmologi hjá teimum seinnu vísindafólkunum sum t.d. Dong Zhongshu. Hesin politikkur vardi við líka til Qing-ríkið fall í 1911 e.Kr. Han-ríkið var ein øld við fíggjarligari framgongd, og har var ein týðandi vøkstur í peningabúskapinum, ið byrjaði undir Zhou ríkinum (uml. 1050–256 á.Kr.). Myntirnar, ið vóru útgivnar av miðfyrisitingini í 119 á.Kr., vóru verandi standard myntir í Kina fram til Tang ríkið (618–907 e.Kr.). Fyri at fíggja herferðir og byggingina av nýliga vunnum økjum, ognartók stjórnin tann privata salt og jarn ídanaðin í 117 á.Kr., men hesar ognartøkur vóru avtiknar undir Eystara Han tíðarskeiðnum. Keisarar í Han-ríkinum. Qin Shi Huangdi, fyrsti keisari av Qin, var tann fyrsti kinesiski regenturin ið tók tittulin "huangdi" ella "keisari". Tann at byrja við so framburðarríki av teimum ið bardust um valdið eftir at Qin fall, Xiang Yu, hevði sjálvur tikið sær tittulin "bawang", "yvirkongur", men Liu Bang og allir stjórnarleiðarar eftir hann, brúktu tittulin keisari. Listin niðanfyri vísir stjórnarárini og teir keisrar ið stýrdu, við heiðursnøvnum ið teir eru kendir við eftir deyða teirra. Omega. Omega, Ω ω, er tann 24. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Omega framgongur í ellæru í ma. Ohms lóg. Psi. Psi, Ψ ψ, er tann 23. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Dubai. Dubai (; ', Gulf-úttala:) er tann fólkaríkasti býurin í Sameindu Emirríkjunum á Arabisku hálvoynni. Býurin liggur á landsynningsstrondini við Persiska flógvan og er eitt av teimum 7 emiratunum í landinum. Abu Dhabi og Dubai eru tey einastu emiratini, ið hava vetarætt móti týdningarmiklum málum í tjóðartinginum. Býurin Dubai liggur á norðaru strondini og er tann ovasti parturin av Dubai-Sharjah-Ajman stórbýarøkinum. Dubai hevur mark móti emiratið Abu Dhabi í vestri og suðri, emiratið Sharjah í landnyrðingi og móti Oman í landsynningi. Emiratið Dubai fevnir um 3 900 km² og hevur umleið 1,6 milliónir íbúgvar (2008), harav tey allarflestu - umleið 1,4 milliónir – búgva í býnum Dubai. Umleið 3/4 av íbúgvunum eru menn, tað er orsakað av tí stóra talinum av útlendskum arbeiðsmonnum í býnum. Dubai hevur ikki so strangar lógir viðvíkjandi vesturlendskum livimáta enn hini emirríkini, t.d. er tað søla av rúsdrekka loyvd á hotellunum og í rúsdrekkahandlum. Dubai verður vertur fyri World Expo 2020. Emirar av Dubai. Einfaldgjørt famijutræ yvir emirar og dato. Dubai hevur verið stýrt av Al Maktoum-dynastiinum síðan 1833. Núverandi regentur í emiratinum (síðan 2006)er Mohammed bin Rashid Al Maktoum, ið eisini er forsætisráðharri og varaforseti av Sameindu Emirríkjunum. Veðurlag. Dubai og Sameindu Emirríkini hava oyðimarkarveðurlag við einum longum turrum tíðarskeiði summarhálvuna. Avfallsmongdin er sera lítil og kemur serliga í januar, februar og mars; tað regnar ikki í apríl—november. Hvørt ár regnar tað umleið 100 millimetrar. Samferðsla. Dubai hevur eitt vælútbygt buss-net við 69 leiðum, ið fluttu yvir 90 milliónir ferðafólk í 2006. Veg- og flutningsmyndugleikin (RTA) váttaði í 2006 at 620 nýggir bussar afturat vóru bílagdir til flotan ið frammanundan hevði 170 dupultdekkbussarnir. Ein vælskipað hýruvognsskipan er eisini í Dubai. Dubai hevur eisini undirgrundartok, Dubai Metro, har ið metti kostnaðurin er umleið 3,89 milliardir dollarar. Metroin læt lutvíst upp 9. september 2009 og varð liðugt í 2012. Metroin hevur tvær leiðir: "grøna leiðin" frá Rashidiya til miðbýin, og "reyða leiðin" frá flogvøllinum til Jebel Ali. Hesar báðar leiðir hava tilsamans 70 kilometrar spor og 43 støðir, 33 yvir og tíggju undir jørðini. Red Boys. Red Boys var ein føroyskur bólkur, stovnaður í 1959, av Robert McBirnie og Jákup Mortensen (Jákup hjá Bassanum). Bólkurin var úr Vági, og spældi fyrstu upptøkuna av vágssanginum, sum Napoleon Mortensen (Bassin), skrivaði til eina kvøldsetu hjá Vágs Sjónleikarfelag, 1960. Upptøkuna gjørdu Útvarpið, og hon fór fram Losjuni í Vági, 1960. Johan Sundstein. Johan Sundstein, eisini kendur sum BigDaddy (føddur 8. oktober 1993) er ein føroyskur serkønur e-sportspælari (telduspælari), búsitandi í Danmark. Hann er heimskendur sum eitt nú "N0tail" ella Big Daddy. Lið hansara eitur "OG". Hann er uttan iva mest kendur sum serkønur telduspælari, í strategi spælinum, Dota 2. Johan hevur vunnið nógvar kappingar við ymiskum liðum. Hann vann eitt nú Frankfurt Major, sum er ein kapping hildin hvørt ár í Frankfurt, við Team OG, liðið hann er liðskipari fyri. Team OG dystaðist ímóti Team Secret, og vunnu teir heili 7 mió krónur (1,1 milliónir dollarar), og fingu 1,5 mió hvør í vinningi. Johan er abbasonur fyrrverandi løgmann, Jógvan Sundstein. Borneo. Borneo er heimsins triðstørsta oyggj, næst eftir Grønlandi og Ný Guinea. Borneo fevnir um eitt øki á 736.000 km² og er býtt sundur millum londini Malaisia, Brunei og Indonesia. Borneo liggur norðanfyri Java, vestanfyri Sulawesi, og eystanfyri Sumatra. Umleið 73% av oynni er indonesiskt. Har norðuri á oynni er eitt malaysiskt øki ið fevnir um umleið 26% av oynni, har eru tey Eystur Malaysisku stakríkini Sabah og Sarawak. Harafturat hoyrir oyggin Labuan, ið liggur nærindis Borneo, til Malaysia. Á norður Borneo liggur eitt sjálvstøðugt ríki, Brunei, ið fevnir um 1% av víddini av oynni Borneo. Seinna Heimskríggj. Undir Seinna heimsbardaga, fingu japanskar herdeildir valdið yvir Borneo og hersettu oynna frá 1941 til 1945. Teir týndu mong av teimum lokalu og drupu elituna av malajfólkinum, avrættaðu alla Malay sultan familjuna frá Kalimantan í álopunum á Pontianak. Sultanurin Muhammad Ibrahim Shafi ud-din II av Sambas í Kalimantan varð avrættaður í 1944. Sultanatið varð síðan avtikið og í staðin kom eitt japanskt ráð. Undir japonsku hersetingini, spældi Dayak ein leiklut í uppreistrarstríðnum móti hersetingarvaldinum, serliga í Kapit Division. Sameindar deildir frá Z Special Unit veittu teimum stuðul. Eftir at Singapor fall, sendu japanar fleiri túsund bretskir og avstralskir krígsfangar til fangalegur á Borneo. Á einari av teimum ringastu, kring Sandakan í Borneo, yvirlivdu bara seks av umleið 2.500 krígsfangum. In 1945, the Japanese were defeated by the Allies. Størstu býir. Niðanfyri sæst ein listi yvir 20 av størstu býunum á Borneo eftir fólkatali, grundað á 2010 fólkateljingina fyri Indonesia og 2010 fólkateljingina fyri Malaysia. Chi. Chi, Χ χ, er tann 22. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Iota. Iota ella jota (stóra Ι, lítla ι) er tann 9. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Bókstavurin hevur sama ljóð sum latínski bókstavurin i. Kappa. Kappa (stórt bókstav Κ, lítið bókstav κ ella kursiv;, "káppa"), er tann 10. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Í griksku talskipanini hevur bókstavurin virði 20. Heilaga rómverska ríkið. Heilaga rómverska ríkið ella Týsk-Rómverska ríkið (Latín: "Sacrum Romanum Imperium", týskt: "Heiliges Römisches Reich") var eitt samríki av fleiri tjóðum í Vestur- og Miðevropa við Týsklandi í miðdeplinum. Ríkið uppstóð í miðøldini og skifti fleiri ferðir navn, til tað upploystist undir Napoleonskríggjunum í 1806, tá Eysturríki gjørdist egið keisaraveldi og Týska sambandsríkið (Rínsambandið) varð stovnað. Frankiska ríkið. Frankiska ríkið og víðkan tess. Frankiska ríkið (latin "Regnum Francorum") var eitt ríki sum uppstóð í tí økinum sum frankar løgdu undir seg. Frankar vóru nakrir germanskir ættbólkar úr núverandi Týsklandi sum rýmdu og settust niður í Gallia í núverandi Frankaríki, sum hevur navn eftir teimum, og sum kongsætt teirra, merovingarnir, skjótt løgdu undir seg. Mary Harris Jones. Mary Harris Jones (1. august 1837 – 30. november 1930), betri kend sum Mother Jones, var ein skúlalærari og kjólaseymari úr amerikansk og Írlandi, ið gjørdist ein framstandandi persónur innan arbeiðararørsluna í USA. Hon var við til at samskipa stór verkføll og var ein av stovnarunum av Industrial Workers of the World. Hon varð fødd Mary Harris, og var dóttir ein rómversk-katólskan bónda, nærindis býnum Cork, Írland. Karolingarnir. Karolingarnir vóru ein frankisk valdsharraætt sum tók valdið í frankiska ríkinum frá merovingunum í 751 og høvdu valdið fram til 900-árini. Bassel Khartabil. Bassel Khartabil () eisini kendur sum Bassel Safadi () (føddur 22. mai 1981 í Damascus) er ein palestinskur sýri, open-source ritbúnamennari. Síðan 15. mars 2012, ið var eitt ára dagurin fyri byrjanina av sýriska uppreistrinum, ið var byrjanin til borgarakríggið, hevur hann verið fongslaður av sýrisku stjórnini, tey fyrstu árini sat hann í Adra fongslinum. Frá 3. oktober 2015 er hann blivin fluttur til eitt ókent stað, og hildið verður, at hann møguliga verður førdur fyri ein hermaðarligan dómstól at verða dømdur. Hin 7. oktober 2015 sendu Human Rights Watch og 30 onnur mannarættindafeløg eitt bræv, har ið tey krevja, at tað verður almannakunngjørt, hvagar ið Kartabil er førdur. Hin 11. november 2015 hoyrdist tað sum óváttað tíðindi, at Khartabil í loyndum var dømdur til deyða. Khartabil varð føddur í og uppvaksin í Sýria, har hann gjørdist serfrøðingur í menning av open source ritbúnaði. Hann hevur verið CTO og samstovnari av felags granskingarfyritøkuni Aiki Lab og var CTO á Al-Aous, ein útgávu- og granskingarstovnur, ið arbeiðir við forfrøðiligari vísund og list í Sýria. Hann hevur virkað sum verkætlanarleiðari og alment umboð fyri Creative Commons Syria, og hevur lagt arbeiði í Mozilla Firefox, Wikipedia, Openclipart, Fabricatorz, og Sharism. Hann hevur fingið æruna fyri at lata upp alnetið í Sýria og at víðka um møgulleikarnar hjá sýriska fólkinum fyri at fáa atgongd til og kunnleika til internetið. Privatlív. Bassel varð handtikin fáir dagar, áðrenn hann skuldi giftast við Noura Ghazi, ein advokatur og mannarættindastríðskvinnu. Tey blivu gift seinni sama ár, meðan hann sat í fongsli. Parið hittist fyrstu ferð í Douma í apríl 2011, eftir eina mótmælisgongu. Valentinesdagin 2015 kunngjørdi Noura eitt kærleiksbræv, ið hon hevði skrivað til Bassel, har hon hugleiðir um tað ið er farið fram í Sýria í tíðini, meðan Bassel hevur verið í fongsli. Djóralívið í Føroyum. a>. Knópsvanin er tó sjáldsamur gestir í Føroyum. Djóralívið í Føroyum er sera fjølbroytt, bæði í livimáta og stødd. Samanbera vit talið av djórasløgum í Føroyum við samlaða talið á jørðini, síggja vit, at av teimum 4000 súgdjórasløgunum, ið finnast á jørðini, eru bert 3 sløg í Føroyum (rotta, mús, hara). Talið av skordýrum er nakað hægri. Av teimum 751.000, sum finnast á jørðini, eru okkurt um 950 sløg skrásett í Føroyum. Av teimum 9.040 kendu fuglasløgunum eru umleið 50 sløg, sum eiga í Føroyum, og av teimum 18.150 fiskasløgunum finnast 180 sløg við Føroyar. Av hesum eru 5 í feskvatni: laksur, síl, bleikja, állur og kombikk. Tær smæstu verurnar eru so smáar, at tær ikki síggjast við berum eygum, og tær størstu eru væl størri enn tær størstu á landi. Havsúgdjór eru kópur, hvalir og roysningur, meðan súgdjórini á landi eru mús, flogmýs, rotta, hara og so øll húsdjórini so sum ketta, hundur, neyt, seyðir, geitir og annað. Seyðurin er tann mest eyðsýndi parturin av djóralívinum í haganum. Samstundis hevur hann eisini so mikið stóra ávirkan á vøksturin, at hann myndar m.a. skordýra- og fuglalívið. Fuglar. "Høvuðsgrein: Fuglar í Føroyum" Tað eru uml 70.000 seyðir í Føroyum. Fuglalívið er fjølbroytt. Um 54 fuglasløg eiga javnan í Føroyum. Landdjór. Í Føroyum liva trý vill landsúgdjór: rotta, mús, hara. Haran, sum vit kenna í Føroyum er norður evropeiska snjóharan (L. timidus). Hon hevur gjøgnum tíðirnar broytt lit, frá at vera snjóhvít, til at vera meiri grá. Eisini skiftir hon lit eftir árstíðunum. Haran verður veidd um veturin frá 2. nov. til 31. des. Rotta og mús liva í Føroyum, hóast músin er á einum avmarkaðum øki, á nøkrum fáum oyggjum. Músin, sum livir í Føroyum er vestanmúsin (Mus domesticus). Rottan, sum livir í Føroyum er brúna rottan (Rattus norvegicus), hon er at finna um alt landið, og verður eisini kallað "ferðarottan". Havdjór. a>. Hon er næststørsti fiskur, sum er til, og hon er størsti fiskur í havinum kring Føroyar. Teir hvalir, sum eru oftari at síggja í havinum kring Føroyar eru bóghvítuhvalur (Orcinus orca) og grindahvalur (Globicepthala melas). Av kópi er láturkóp (Halichoerus grypus) tann mest vanligi, sum leggur í Føroyum. Navnið látur kemur av, at hann heldur til í látrum, sum eru djúpar gjáir, ið ganga inn í bergið niðri við sjóvarmálan. Aðrir kópar, sum eisini ofta verða sæddir við Føroyar, eru granarkópur (Erignathus barbatus) og steinkópur (Phoca vitulina). Klappus (Cystophora Cristata) var ofta at síggja við Føroyar fyrr, men tað kemur næstan ikki fyri longur. Roysningur, sum er í slekt við kóp er mangan at síggja í Føroyum, hóast hann ikki leggur her. Fiskar. Higartil eru skrásett 245 (pr. 2014) ymisk fiskasløg í føroyskum sjógvi, t.e. innan fyri 200 fjórðinga markið, og tað leggjast støðugt nýggj sløg aftrat. Til samanberingar kann nevnast, at fyri alla jørðina er talið eini 30 tús. sløg. Helvtin av hesum fiskasløgunum eru boreal. Hetta eru fiskasløg, sum liva á eystursíðuni á Norðuratlantshavinum frá Ermasundi norður til Tromsø. Hin helvtin eru fiskasløg, sum liva í økinum frá Miðjarðarhavinum norður móti tí boreala økinum. Undir Føroyum eru nøkur fá fiskasløg, sum eru at finna í stórum nøgdum mett í vekt: svartkjaftur, toskur, upsi, hvítingsbróðir, svartkalvi, stóri kongafiskur, nebbasild, gullaksur, trantkongafiskur og lítil kongafiskur. Fram til 1968 var nógv av sild undir Føroyum. Mús. Mús (fleirtal: mýs'") eru smá gnagdýr, eyðkend av spíska snútanum, smáu rundu oyrunum, langa roðsluta halanum og høga løgutíttleikanum (hvussu ofta hon leggur). Best kenda músin er heimamúsin ("Mus musculus"), sum hevur fylgt menniskjanum runt alla jørðina. Hon er eisini eitt vælumtókt kelidjór. Føroyska músin. Músin í Føroyum hoyrir til slagið vestanmús (Mus musculus domesticus), ið eisini er í Stórabretlandi, Írlandi, Fraklandi, Grikkalandi, Italia og Spania. Tann føroyska músin má tí vera komin henda vegin við teimum írsku munkunum. Í Føroyum er vestanmúsin ikki nevnd í skivum fyrr enn í 1592, men músin má longu hava verið búfest í Føroyum, tá landnámsmenninir komu til Føroya á veg til Íslands. Føroyska músin er norðasta villa húsmúsin, ið livir frítt úti í náttúruni. Vestanmýs eru vanliga kendar fyri at liva tætt upp at húsum, har fólk búgva. Men í Føroyum uppføra tær seg øðrvísi, tí flestu teirra liva vilt úti í náttúruni alt árið. Í Føroyum heldur hon eisini til í óbygdum, og um summarið legst hon í fuglabjørgini á nøkrum oyggjum, har rottan ikki er. Brún rotta. Brúna rottan er størri enn tann svarta, og kallrottan er størri enn kvennrottan. Hon vigar 200-400 g, kroppurin verður 21-29 cm langur og halin 17-23 cm langur, í halanum eru 160-190 ringar. Feldurin er javnt grámorreyður, og hon er ljósari undir búkinum. Brúna rottan er førlig, snáðin er kýpin, og eyguni smá. Oyruni eru loðin og stutt og røkka tey ikki niður á eyguni, verða tey løgd fram á pannuna. Brúna rottan verður eisini nevnd ferðarottan. Hon hevur sín uppruna í Ásia og í Kina og kom til meginpartin í Evropa í 1727, tá ið hon í murlutali svam tvørtur um Volga. Men til Danmarkar kom hon longu í 1716, tá ið Pætur Mikli keisari var og vitjaði, hann kom sjóvegis til Keypmannahavnar. Haðani var høgligt hjá henni at sleppa norðureftir, til Noregs, Føroya, Íslands og Grønlands. Rottan kom til Føroya við einum norskum skipi úr Tróndheimi, ið nevndist Kongen af Preussen. Skipið var á veg til Dublin, tá tað gjørdist vrak á oynni Lewis í Skotlandi. Vrakið rak norðureftir og kom inn á Hvalba í mai 1768. Við hesum vrakinum komu tær fyrstu rotturnar til Føroya, og longu í 1769 var hon komin til Havnar. Brúna rottan er bara í teimum stóru oyggjunum. Rottan heldur til allastaðni, við hús eins væl og burtur frá húsum, um nóg nógv føði er at fáa. Hon etur alt og aftrast ikki við at taka mýs, egg og ungar, haruungar og ræ. Ofta hevur rottan ávís pláss, har hon etur, og tá ríviligt er, kann hon goyma sær niðurfyri. Rottan er náttardjór burturav. Hon er ferm at klintrast og reika um allastaðni, har bygt er. Hon kann eisini leggjast í fuglabjørg, ikki minst í lundalondini, og har skrápur og drunnhvíti eiga, kann hon oyða alt. Hon heldur seg á ávísum økjum í búflokkum, sum kallrotta við fleiri kvennrottum og ungum teirra stendur fyri. Kvennrottan gongur kviðin í 22 dagar, og hon leggur 3-5 ferðir um árið 6-12 ungar hvørja ferð. Nýlagdir eru teir naknir og blindir, og tríggjar mánaðir gamlir eru teir kynsbúnir. Ofta eru fleiri legur í sama rottureiðrið, soleiðis eru fleiri rottur um somu holu. Livialdurin hjá rottu er vanliga 1½ ár. Allastaðni hevur verið roynt at avoyða rottu, tí at hon kann spjaða sjúku millum fólk og húsdjór. Hon gnagar allastaðni, og er hon til miklan ampa. Í Føroyum hevur hon nærum forkomið einstøkum bjargafuglum. Er rotta í oynni, eru t.d. lundi og skrápur at kalla burtur. Føroysku kommunurnar hava lógir at ganga eftir, tá tær royna at týna rottuna. Brugda. a>, svimur við gapandi kjafti og sílar æti í seg. Brugda (latín "Cetorhinus maximus") er størsti fiskur í føroyskum sjógvi og heimsins næststørsti fiskur. Brugda er vanliga um 6-10 metrar til longdar. Hon verður tó í mesta lagi 12 m, møguliga 15 m. Brugda er grábrún og svørt á bakinum, ljósari undir búkinum. Hon hevur ljósar blettir undir øsinum og undir búkinum. Brugda er bæði botnfiskur og uppsjóvarfiskur. Hon er úr vatnskorpuni niður á 600 metra dýpi. Hon er tjúkkast um miðjuna, smalkar báðar vegir. Hon er trivalig í útsjónd. Brugda hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er tríhyrnt og stór, hin aftara er lítil. Gotfjøðurin er til støddar sum aftara ryggfjøður og situr undir henni, heldur aftari. Hesar tríggjar fjarðarnar eru spískar aftureftir. Brugda hevur fimm stórar táknarivur ovast av nakkanum og heilt inn undir øsið. Kjalir eru báðumegin á klingruni. Hon hevur stóran kjaft og smáar tenn. Brugdan livir av at síla æti. Vaksin brugda kennist kanska best á støddini. Tær longu táknarivurnar eru góð ábending um brugdu. Sæst ofta í vatnskorpuni um summarið, og tá sæst, umframt ryggfjøðurina, ofta eisini ovari stertaendi stinga upp úr sjónum. Brugda hevur stóra livur við nógvum lýsi. Hon hevur tí verið rættiliga nógv veidd. Hon kemur onkuntíð í trol og gørn og ger tá skaða á seg sjálva og á reiðskapin. Brugda er úr Barentshavinum fram við strondum Vesturevropa til Suðurevropa og inn í Miðjarðarhavið. Undir Íslandi til Bretsku Oyggjarnar. Sæst onkuntíð við Grønland. Er eisini við eysturstrond Norðuramerika og við Vesturafrika, Suðurafrika og í Kyrrahavinum. Vanlig undir Føroyum, bæði inni við land og á víðum havi. Eysturstrondin í USA. Eysturstrondin í USA liggur í Norðuramerika út ímóti Atlantshavinum. Teir lutstatir, ið liggja fram við Atlantshavi, eru Maine, New Hampshire, Massachusetts, Rhode Island, Connecticut, New York, New Jersey, Delaware, Maryland, Virginia, North Carolina, South Carolina, Georgia og Florida. Dansitónleikur. Dansitónleikur er tónleikur ið fyrst og fremst er gjørdur at dansa til. Tónleikurin er ofta javnur í rytmuni við týðiligum taktsløgum fyri at gera tað lættari fyri tey ið dansa at halda taktina. Tað kontinentala USA. Tað kontinentala USA er eitt felags heiti fyri teir 48 samanhangandi lutstatirnir í USA, ið liggja millum Kanada í norðri og Meksiko í suðri. Hetta fevnir um allir lutstatir í USA uttan Alaska og Hawaii. Hjálond so sum Guam og Puerto Rico eru heldur ikki partar í tí kontinentala USA Tað kontinentala USA hevur eina vídd á 8.080.464,3 km² og fólkatalið var 306.675.006 í 2010 (fólkateljing), ið svarar til 83,65 % av øllum USA og 99,33 % av samlaða íbúgvaratalinum. Providence. Providence er høvuðsstaður og størsti býur í Rhode Island. Aquidneck Island. Aquidneck Island er størsta oyggj í Rhode Island. Northwest Territories. Northwest Territories (stytt: NWT) er eitt kanadiskt meginøki, sum liggur í útnyrðingsparti og norðara parti av Kanada. Í 2016 búðu her 41.786 fólk. Høvuðsstaður og størsti býur er Yellowknife. Landafrøði. Í suðri hevur Northwest Territories mark við British Columbia, Saskatchewan og Alberta, í vestri við Yukon og í eystri við Nunavut. Víddin av meginøkinum er 1.346.106 ferkilometrar (1.183.085 ferkilometrar landøki og 163.021 ferkilometrar vøtn). Søga. Meginøkið varð sett á stovn í 1870, tá kanadiska stjórnin keypti "Rupert's Land". Í 1999 gjørdist eystari partur av NWT sjálvstøðugt meginøki undir heitinum Nunavut. Málini. Í 2016 høvdu næstan 77 prosent av fólkinum í NWT enskt sum móðurmál, gott 11 prosent eitt mál av upprunafólkunum, gott 7 prosent eitt ikki-alment mál og næstan 3 prosent franskt. Saskatchewan. Kort av Kanada har Saskatchewan er merkt. Saskatchewan er ein er landslutur í Kanada. Í suðri hevur Saskatchewan mark við Montana og Norðurdakota í USA, í vestri við Alberta, í norðri við Northwest Territories, og í eystri við Manitoba. Conanicut Island. Conanicut Island er triðstørsta oyggin í Rhode Island í vídd. Jamestown er størsti býur og handilsmiðdepil. Uml. 5.600 fólk búgva á Conanicut Island og oyggin er 24,46 km2 til støddar tvs. á leið sama stødd sum Svínoyggin, sum er góðar 27,4 km2. Hindustani. Hindustani (/ /;हिन्दुस्तानी, ہندوستانی), eisini kent sum hindi-urdu, er eitt lingvistiskt hugtak ið sipar til fleiri mál ið eru nær í ætt við hvørt annað í norður- mið og útnyrðingspartinum av tí indiska hálvmeginlandinum. Tað fevnir um tvær skrivligar standardiseringar í máløkinum, urdu og hindi, men eisini um fleiri málføri uttan skrivliga siðvenju. Tær báðar standardiseringarnar hava nærum eins mállæru, og er eisini felags um eitt grundleggjandi orðatilfeingi. Tá Bretska India varð býtt sundur í 1947 vórðu orðini hindustani og urdu nýtt við nærum somu merking. Zacharias Heinesen. Zacharias Karl Ulrik Heinesen (betri kendur sum Zacharias Heinesen, føddur 19. juni 1936 í Tórshavn) er ein føroyskur listamálari. Hann er sonur rithøvundan og listamannin William Heinesen. Hann varð útbúgvin á Myndistaskólinn í Reykjavík í 1958, Ísland og á Kunstakademiet í Keypmannahavn í 1963. Síðan hevur hann búð í Havn. Myndprýtt føroyskir peningaseðlar. Zacharias Heinesen hevur myndprýtt eina røð av føroyskum peningaseðlum við akvarelmálningum, ið prýða baksíðuna á seðlunum. Great Basin Desert. a> er í stóru oyðimørkini Great Basin. Great Basin Desert er størsta oyðimørkin í Norðuramerika. Stórir partar í Nevada eru Great Basin. Her veksur næstan einki. Veðurlagið er sera heitt, tí har sær sólin hvønn einasta dag frá morgni til myrkurs frá skýleysum himli. Norðurkýpros. Lýðveldið Norðurkýpros varð stovnað eftir turkiska innrás á oynna Kýpros í 1974 – eftir eitt kvett, sum griksku kýpriotarnir saman við griksku hernaðarjuntuni av grikska meginlandinum skipaðu fyri. Kýpros bleiv í 1974 býtt í tvey, sum umfatar tveir triðingar av oynni, sum er grikski parturin, og norðari parturin, har turkar halda til. Í altjóða høpi hevur heimssamfelagið góðkent statin Kýpros, men í 1974 fóru 40.000 turkiskir hermenn á land á Kýpros, og hetta førdi til, at oyggin bleiv býtt í tvey. Turkaland vildi ikki góðkenna kypriotiska statin, har Grikkaland hevði politiska meirlutan. 80 % av íbúgvunum eru grikkar og 20 % eru turkar í Kýpros. Innrásin av turkisku hermonnunum í 1974 førdi til, at grikkar, sum búðu í norðara parti av oynni, flýddu suðureftir, og tey, sum ikki flýddu, vórðu blakað úr norðara partinum. Og turkar, sum búðu í sunnara parti av oynni, fluttu til norðara partin. Síðani 1977 hevur ST roynt at sameina oynna, men uttan úrslit. Skipað varð fyri fólkaatkvøðu at sameina oynna, men 75,8 % av grikkum atkvøddu nei, tí bara helvtina av grikkum fingu síni heim aftur í norðara partinum. 64,9 % av turkunum atkvøddu ja fyri samanlegging. 1. mai 2004 bleiv Kýpros limur í ES, men ES-lógirnar galda bara fyri grikska partin. Og politiska støðan á Kýpros er orsøkin til, at Turkaland hevur trupulleikar at gerast limur í ES-felagsskapinum. Kyoto Universitet. , ella er tjóðaruniversitetið í Japan. Tað liggur í Kyoto, Japan. Tað er næstelsti lærdi háskúli í Japan, eitt av hægst mettu universitetunum í Asia og eitt av Sjey Statsuniversitetum í Japan. Prudence Island. Prudence Island er við sínum umleið 14,4 km2 fjórðstørsta oyggj í Rhode Island, og her búgva umleið 90 fólk. Lambda. Lambda, Λ λ, er tann 11. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Gärsnäs. Gärsnäs er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki við 1000 íbúgvum í 2010. Borrby. Borrby er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki við 930 íbúgvum í 2010. Fi. Fi, Φ φ, er tann 21. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Hammenhög. Hammenhög er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki við 908 íbúgvum í 2010. Svarte. Svarte er ein bygd í Ystads kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 902 í 2010. Köpingebro. Köpingebro er ein bygd í Ystads kommunu í Svøríki við 1134 íbúgvum í 2010. Texas Panhandle. Texas Panhandle er norðasti partur av Texas í USA. Florida Panhandle. Florida Panhandle er vestasti partur av Florida í USA. Mount Rushmore. Mount Rushmore er eitt fjall, ið liggur í Suður Dakota, har fýra forsetar eru høgdir inn. Farið varð undir at skera í fjallið í 1923. Hokkaido. , fyrr kend sum Ezo, Yezo, Yeso, ella Yesso, er næststørsta oyggin í Japan; Oyggin er eisini tað størsta og norðasta av teimum 47 prefektoratunum í Japan. Tsugaru Strætið skilur Hokkaido frá oynni Honshu, hóast tær báðar oyggjarnar eru bundnar saman við undisjóvartunli við jarnbreytarbana Seikan Tunnilin. Størsti býurin á Hokkaido er høvuðsstaðurin, Sapporo. Ontario. Ontario er ein landslutur í Kanada. Alberta. Alberta er ein landslutur í Kanada. Manitoba. Manitoba er ein landslutur í Kanada. Nova Scotia. Nova Scotia (latínskt fyri "Nýskotland") er ein landslutur í eystara parti av Kanada. Í 2011 búðu her uml. 922.000 fólk. New Brunswick. New Brunswick er ein landslutur í eystara parti av Kanada. Høvuðsstaðurin av landslutinum eitur Fredericton. Til 2016 var Saint John størsti býur. Síðan er tað Moncton. British Columbia. British Columbia er ein landslutur í Kanada. Havnabýurin Vancouver í Bretska Kolumbia hevur stóran týdning fyri Kanada. Hesin nútímans stórbýur er umgyrdur av fjøllum og liggur væl fyri við Kyrrahav. Høvuðsstaðurin í landslutinum eitur Victoria. Hann liggur uml. 100 km sunnan fyri Vancouver í landsynningshorninum á oynni Vancouver Island, beint við markið til stakríkið Washington í USA. Amerikanski stórbýur Seattle er uml. 100 km í ein landsynning úr Victoria. Prince Edwardsoy. Prince Edwardsoy er ein landslutur í Kanada. Kalifornium. Kalifornium er eitt frumevni, ið er nummar 98 í skeiðbundnu skipaninini. Peteroy. Peteroy (alment norskt heiti: Peter I Øy eller Peter 1.s øy) er ein lítil oyggj uttan fyri Antarktis. Oyggin hoyrir til Norra. Landaøki er 156 ferkilometrar. Sjálvt ein stillan dag rennur kaldur vindur niður frá teimum hægri liggjandi umráðunum í Antarktis og sópar alt burtur út fyri ískantinum við Bellingshausenhavinum. Og miðaltemperatururin liggur undir null alt árið. Tromsø. Tromsø er ein býur og kommunua í Troms og Finnmark fylki í Noregi. Býurin liggur á eini oyggj við sama navni í Norðurnorra. Tromsø kommuna er dupult so stór sum Føroyar, og fólkatalið liggur um 60.000. Tromsø er størsti býurin í Norðurlondum, sum liggur norðan fyri Pólkringin. Tromsø liggur júst norðanfyri pólarmarkið á 63 breiddarstigum. Tromsø hýstir nógvum feløgum og stovnum, sum gera seg galdandi í altjóða Arktis-politikki og umsiting í norðurlendskum og arktiskum viðurskiftum, og nevnast kunnu Arktiska Ráðið og NAMMCO. Her er stórur lærdur háskúli við fleiri túsund lesandi. Allar útbúgvingarnar eru savnaðar á einum stað. Ein partur av lærda háskúlanum er fiskivinnuskúlin, har tað eru nøkur hundrað lesandi. Long Island. Long Island er størsta oyggj í amerikanska stakríkinum New York. Oyggin er 190 kilometrar til longdar og millum 20 og 32 kilometrar breið. Samlaða víddin av oynni er 3566 ferkilometrar. Í vestara parti av oynni eru tveir býarpartar ("boroughs") hjá New York City, Brooklyn og Queens ("Kings County" og "Queens County"). Miðparturin og eystari partur av oynni ("Nassau County" og "Suffolk County") eru ikki partur av New York City. Padre Island. Padre Island er størsta og longsta oyggin í stakríkinum Texas í USA. Oyggin liggur sum ein verjugarður fyri fastlandi innanfyri. Padre Island er heimsins longsta stongsilsoyggj (barrier island). Danabrók. Danabrók (á donskum Dannebrog) er danska flaggið. Tað er samansett av tveimum elementum; reyð bakgrund við einum hvítum figuri. Navnið stavar frá heitinum á vovnum klæði. Nakað líknandi vovnu mannfólkabuksunum, vit brúka til føroysk klæði. Danska flaggið sigst vera frá ár 1219. Hetta reyða flaggið við krossmerki, var ætlað til at hanga niður frá stokki ella stong. Bæði tá tað hekk yvir høvdingastóli, omanfyri borgarportur og tá herlið masjeraðu, hekk tað upp og niður, so krossurin vendi rættan veg. Reyða bakrundin var upprunaliga liturin hjá sertøkum klani ella familju; men bleiv so valdur sum merki fyri allar danar. Við einum hvítum krossi, bleiv boðað vinum og serliga fíggindum frá, at her komu vápnaðir menn við kristna boðskapinum. Danska flaggið er nýtt sum fyrimynd fyri flest øllum hinum norðurlendsku tjóðunum, hóast tey eru munandi yngri fløgg. Union Jack. Union Jack ella Union Flag, er ríkisflagg Stóra Bretlands. Aurskog-Høland kommuna. Aurskog-Høland kommuna er ein kommuna í Viken fylki í Noregi. Lutetium. Lutetium er eitt frumevni, ið er nummar 71 í skeiðbundnu skipaninini. 51. stakríki í USA. Tingið (Kongressin) skal taka støðu til øll uppskotini um eitt nýggjur stakríki skal innlimast í Sameindu Statunum. Puerto Riko. Puerto Riko í Karibia fekk heimastýrið 17. januar í 1917. Puerto Riko segði nei til loysing frá USA 6. november í 2012; 61,16 prosent av teimum, ið greiddu atkvøðu, valdu sjálvstøðugur lutstati í USA fram um fult sjálvstýri. Marianoyggjar. USA hevur ræðið á bæði Guam og Norðaru Marianaoyggjum í Mikronesia. Tað verður arbeitt við og tosa um, um Guam skal vera ein sjálvstøðug statur í USA saman við Norðaru Marianaoyggjum. Amerikanska Sámoa. Hendan oyggin í Polynesia er í roynd og veru stakríki í USA. District of Columbia. Høvuðsstaðurin District of Columbia er eitt samveldisøki, og tey ið búgva har hava - mótsett íbúgvunum í teimum 50 lutstatunum – onki umboð við atkvøðurætti í Kongressuni. So tey stríðast fyri at fáa rættindi sum stakríki, uttan at hetta hevur eydnast higartil. Skid Row. Skid Row er eitt slumkvarter í Los Angeles, ið liggur mitt í miðbýnum Downtown tætt við bæði Los Angeles City Hall og Walt Disney Concert Hall. 6000 heimleys eru í Skid Row; hetta er tað hægsta talið í USA. Napa Valley. Napa Valley er eitt av kendastu vínøkjunum í California og sum á hvørjum ári verður vitjað av fleiri tíggjutúsund ferðafólkum. Delhi. Delhi (, "Dilli"), alment navn National Capital Territory of Delhi, er høvuðsstaðarøkið í India. Undir Bretska Raj, var Delhi partur av Punjab landslutinum og er framvegis knýttur at Punjab-regiónini og Doab bæði søguliga og mentanarliga. Fólkatalið í býnum er umleið 16.3 milliónir, ið ger hann til næststørsta býin í India og fjórðstørsta stórbýarøki í heiminum. Veðurlag. Hitalagið í Delhi liggur vanliga frá 5 til 40 °C. Tað lægsta, ið nakrantíð er mált í Delhi, er -6,7 °C, og tað hægsta, ið nakrantíð er mált, er 45,3 °C. Árligi meðalhitin liggur um 25 °C; mánaðarligi meðalhitin skiftir frá 13 til 32 °C. Hægsti hitin, ið varð máldur í juli, var 45 °C í 1931. Meðalnøgdin fyri avfall um árið í Delhi er umleið 714 mm, har tað mesta kemur niður undir monsuninum í juli og august. Luftdálking. Delhi er tann mest dálkaði býurin í heiminum, og sambært einari meting, so er dálking hvørt ár orsøk til at 10.500 fólk doyggja í Dehli. Í 2013-14, øktist støði á smáum dálkandi partiklum (PM) í luftini í Delhi við umleið 44%, serliga orsakað av CO2-útlát frá akførum og ídnaðinum, bygningsídnaði og av at brenn markir í økjum kring býin. Flogferðsla. Indira Gandhi International Airport, ið liggur í útsynningspartinum av Delhi, er høvuðs ferðasambandið bæði viðvíkjandi innanríkis og uttanríkis ferðing úr og til Dehli. Í 2012-13 var flogvøllurin nýttur av yvir 35 milliónum ferðafólkum, ið ger hann til tann flogvøllin í Asia, har flest fólk ferðast. Terminal 3, ið kostaði 1,4 USdollarar at byggja millum 2007 og 2010, tænir 37 milliónum ferðafólkum afturat hvørt ár. Anna von Hausswolff. Anna Michaela Ebba Electra von Hausswolff (fødd 6. september 1986 í Göteborg) er ein svensk songkvinna og sangskrivari. Listi yvir amerikonsk stakríki eftir BTÚ. Samanborið við BTÚ í onnur lond. Anja Andersen. Anja Andersen (fødd 15. februar 1969 í Odense, Danmark) er ein fyrrverandi hondbóltsleikari og hondbóltsvenjari, ið varð útnevnd sum heimsins besti hondbóltsleikari í 2012 og var tann fyrsti danin, ið fekk henda heiður. Hon var virkin sum hondbóltsleikari til 1999, og spældi 133 landsdystir fyri Danmark og skoraði 726 mál. Hon spældi hondbólt fyri fleiri donsk feløg og norska felagið Bækkelaget og týska felagið TuS Walle Bremen. Anja var við til at vinna gull fyri danska kvinnuhondbóltslandsliðið á Summar-OL 1996, HM gull í 1997, HM silvur í 1993 og HM bronsu í 1995, og EM gull í 1994 og 1996. Anja er kend sum ein sera góður hondbóltsleikari, men var eisini kend fyri sítt sinnalag, tí hon ofta østi seg upp undir dystum, og tað førdi til nógv reyð kort. Orsakað av einum hjartafeili gavst hon at spæla hondbólt í 1999. Anja er dóttir Keld og Vivi Andersen ið bæði eru fyrrverandi hondbóltsleikarar. Mikkel Hansen. Mikkel Hansen (føddur 22. oktober 1987) er ein danskur hondbóltsleikari, ið í løtuni spælir fyri PSG Handball. Hann varð valdur til Heimsins besta hondbóltsleikara av IHF (International Handball Federation) í 2011. Hann hevur fyrr spælt fyri danska hondbóltsfelagið GOG, har hann vann danska meistaraheitið í 2007. Hann gjørdist partur av FC Barcelona í juni 2008. Hin 2. juni 2010 flutti hann aftur til Danmarkar fyri at spæla fyri AG København, eftir at hava spælt hondbólt í 2 ár í Spania. Mikkel Hansen gjørdist evropameistari í hondbólti við danska landsliðnum, tá ið teir vunnu EM í hondbólti 2012 í Serbia. Hann varð eisini valdur á All-Star lið í kappingini sum besti vinstibakkur. Í 2011 var hann partur av dansia landsliðinum, ið vann silvur á HM í hondbólti 2011 í Svøríki. Hann gjørdist toppskorari í kappingini. Privatlív. Pápi hansara, Flemming Hansen, spældi eisini á danska hondbóltslandsliðnum, har hann spældi 120 landsdystir og skoraði 240 mál og luttók í Summar-OL 1984. Heðin á Lakjuni. Heðin á Lakjuni (føddur 19. februar 1978 í Klaksvík) er ein fyrrverandi føroyskur fótbóltsleikari, ið spældi sum verjuleikari og vongur fyri fýra føroysk feløg, fyrst og til seinast fyri KÍ. Hann byrjaði sína fótbóltslívsleið í KÍ, og hevur síðan skift ímillum B36, HB, og NSÍ Runavík og so aftur KÍ. Hann hevur vunnið føroyska meistaraheitið í fótbólti 3 ferðir og Løgmanssteypið fýra ferðir. Síðan apríl 2015 hevur hann átt metið fyri flest leiktir dystir í ovastu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum, hann spældi 417 dystir í bestu deildini og skoraði 100 mál. Hann hevur spælt 16 dystir á føroyska landsliðnum og skoraði 1 landsliðsmál. Altjóða lívsleið. Sjálvt um hann fekk landsliðsboð frá Allan Simonsen í 1997, so fekk Heðin á Lakjuni ikki sín debut fyri føroyska fótbóltslandsliðið fyrr en í mars 1999 í einum 0-0 vinadysti móti Andorra. Hann spældi sín fyrsta kappingarlandsdyst nærum hálvt ár seinni, tá ið hann varð skiftur inn fyri Henning Jarnskor í einum EM kvalifikatiónsdysti móti Litava. Hann skoraði sítt fyrsta og einasta landsliðsmál í einum vinadysti móti Kasakstan í 2003, eftir eina avlevering frá Hjalgrím Elttør. Forna Grikkaland. Forna Grikkaland var ein mentan, ið hoyrdi til eitt tíðarskeið í griksku søguni, ið byrjaði í arkaiskari tíð í 8. øld f.Kr.. Forna Grikkaland hevur eina 1000-ára søgu og verður av mongum mett at vera vøggan hjá vesturlendsku mentanini. Fornu grikkarnir stóðu ímóti hertøkuroyndum og yvirlivdu at vera hersettir av rómverjum, men seinni gjørdust teir partur av Byzantinska ríkinum. Grikska mentanin hevði stóra ávirkan á Rómverjaríkið og breiddi seg harvið til restina av Evropa. Í forna Grikkalandi hendi gjøgnumbrot við nýtslu av myntum innan handil. Tann athenska "ugglumyntin" ráddi yvir miðalhavshandlinum í 400-300-talinum f.Kr. Ugglan var heilagi fuglurin hjá vísdómsgudinnuni Athenu. Olympisku leikirnir, fyri at nevna eitt dømi, byrjaðu í tí grikska mentanararvinum. Renessansan (Endurburðartíðin) var ein roynd at endurvekja arvin eftir Rómverjaríkið og Forna Grikkaland. Fyrstu Olympisku Leikirnir vórðu hildnir 776 f.kr. Athena. Athena (grikskt Ἀθηνᾶ ella Ἀθήνη), eisini nevnd Pallas Athena'", var tann grikska gudinnan fyri strategi, kríggj og vísdóm. Hon var sett í samband við gudinnuna Menerva hjá etruskarnum og seinni av rómverjum sum Minerva. Athena fylgdist við einari lítlari uglu og bar geitaskinnsskjøldurið Aegis, ið faðir hennarar, Zevs, gav henni. Hon varð ofta hátíðarhildin saman við Nike, gudinnuni fyri sigur. Athena var eisin gudinnan fyri at vegleiða hetjur. Hon er vápnað krígsgudinna, var aldri eitt barn og altíð jómfrú ("parthenos"). Parthenon í Athen er hennara kendasta tempul. Hon hevði aldri nakran mann ella elskara, sjálvt um Hefaistos gjørdi eina miseydnaða roynd einaferð. Herodot og Platon hildu av misgáum, at "Athena" var tann sama sum gudinnan Neith hjá libyarum. Tok. Eitt tok (á donskum "tog", á týskum "Zug") er eitt flutningsfar ið koyrur eftir skinnarum á einari jarnbreyt. Vognarnir kunnu verða hálaðir av einum lokomotivi (fyrr í tíðini eisini av hestum) ella verða sjálvkoyrandi "toksett". Sjálvkoyrandi lokomotiv eru eisini tok. Sporvognar skilja seg frá tokum við tað at tokið koyrir eftir skinnarum á jarnbreyt, meðan sporvognar koyra eftir vegnum og ikki í serstakum banum. Mikkjal Mús. Mikkjal Mús (á enskum Mickey Mouse) er ein víðagitin fiktivur figurur í Disney teknifilmsrøð og teknirøð. Hann gongur saman við Miu Mús. Í teimum elstu teknirøðunum, áðrenn tær báðar mýsnar kastaðu saman, royndi Mortimer Mús at vinna hjartað á Miu. Mikkjal eigur eitt systkinabarn, sum eitur Magda Mús, sum var í einari teknirøð í 1941, tá hon gjørdi seg til fyri Mikkjali fyri at gera Miu ævindsjúka, og hetta eydnaðist. Í 1930 fekk Mikkjal Pluto, tann appilsingula hundin. Central Park. Central Park er ein stór park á Manhattan í New York City. Við umleið 25 milliónum vitjandi hvørt ár er parkin tann mest vitjaða býarparkin í USA. Tað at parkin ofta verður nýtt í filmum hevur gjørt parkina til eina av kendastu býarparkum í heiminum. Central Park hevur mark móti norði til West 110th Street, móti vestri til Eighth Avenue og móti suðri til West 59th Street. Hesar gøtur verða vanliga umrøddar sum ávikavist "Central Park North, "Central Park West" og "Central Park South". Móti eystri hevur parkin mark til Fifth Avenue. Tær fyrstu ætlanirnar til parkina vóru útintar í 1857 av landslagsarkitektunum Frederick Law Olmsted og Calvert Vaux, og sjálvt um parkin sær náttúrlig út, so er alt nágreiniliga lagt til rættis. Parkin hevur manngjørd vøtn, langar rásir, tveir skoytuvøllir, eitt náttúru lange vandrestier, to skøjtebaner, eitt friðað øki, øki ið eru ætlað til ymiskar ítróttagreinir og spælipláss. Parkin er vælvitjað av flytifuglum, og tí eisini av fólkum ið eygleiða fuglar. Tann 10 kilometrar langi vegurin kring parkina er væl dámdur av rennarum, súkklarum og fólki á rulliskoytum. Malibu. Malibu er ein strandarbýur í Suðurkalifornia, ein tíma norðan fyri Los Angeles. Býurin er kendur fyri sína 43 km longu strond, ið fylgur býnum allan vegin frá suður til norður. Sandstrondin er fleiri kilometrar long og er sera góð til allan sjósport. Býurin er 51,3 km² til víddar við 34 km langari strond. Við lokaltoki er tað lætt og skjótt at ferðast millum Malibu og hinar býirnar við Kalifornia-strondina. Malibu hevur ein ríkan mentanar- og náttúruarv: chumash-indiánskar búsetingar og havar lýsa søguna um býin. Millum húsaeigararnar í Malibu eru Lana del Rey, Charlie Sheen, Barbara Streisand, Jim Carrey, Cher, Lady Gaga, Angelina Jolie, Paris Hilton og Mel Gibson. Walk of Fame. Walk of Fame er ein gøta í Hollywood, California, har fólk og bólkar, sum eru serliga kend, hava hava fingið navn sítt í ein stein í gøtuni - eisini íspunnar verur, eitt nú Mikkjal Mús. Hóast hendan Walk of Fame í Hollywood er nógv tann kendasta, eru eisini slíkar gøtur nógva aðrastaðni. Einsteinium. Einsteinium er eitt frumevni, ið er nummar 99 í skeiðbundnu skipaninini. My. My (stóra Μ, lítla μ) er tann 12. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Í griksku talskipanini hevur bókstavurin virðið 40. Ypsilon. Ypsilon, Υ υ, er tann 20. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Nasitýskland. Nasitýskland og Triðja Ríkið () eru vanlig nøvn ið verða nýtt at lýsa tíðarskeiðið í søgu týsklands frá 1933 til 1945, tá ið landið var eitt einaveldi stýrt av Adolf Hitler og Nasistaflokkinum (NSDAP). Undir stýrinum hjá Hitler, varð Týskland broytt til eitt fasistiskt totalitert ríki, ið stýrdi nærum øllum pørtum av lívinum. Tað almenna navnið á ríkinum var "Deutsches Reich" (Týska Ríkið) frá 1933 til 1943 og "Großdeutsches Reich" (Stóra Týska Ríkið) frá 1943 til 1945. Nasitýskland helt uppat við at vera til eftir at teir sameindu vunnu á Týsklandi í mai 1945, og tað gjørdist endin á Seinna heimsbardaga í Evropa. Sardinia. Sardinia (;, /, Sassaresiskt: "Sardhigna", Galluresiskt: "Saldigna", Algheresisk: "Saldenya", Tabarchino: "Sardegna") er næststørsta oyggj í Miðjarðarhavinum (eftir Sikilsoy og áðrenn Kýpros) og ein sjálvstýrandi región í Italia, ið hevur tað almenna navnið "Regione Autonoma della Sardegna" / "Regione Autònoma de Sardigna" (Sjálvstýrandi Regiónin Sardinia). Gregorio Paltrinieri. Gregorio Paltrinieri (føddur 5. september 1994) er ein italskur svimjari, ið hevur sett evropamet í 1500 metrum frí. Hann hevur vunnið HM og EM í svimjing á langgeil og á stuttgeil. Hann hevur svomið finalur við millum øðrum føroyska Pál Joensen fleiri ferðir. Skotska flaggið. Skotska flaggið sigst vera elsta tjóðarflagg, sum enn verður nýtt - tó at tað verður kjakast nakað um tað. Men sagt verður at flaggið skal vera nýtt líka síðan 9. árhundraðtalið. Tað er skjalfast, at í 1385 hevur skotska tingið avrátt, at skotskir hermenn skulu bera hvítt krossmerki í bardaga. Skotska flaggið hevur ein hvítan Andresar-kross, sum ímyndar ápostulin Andreas, ið er verndareingil Skotlands. Skotska flaggið nevnist á enskum "St Andrew's Cross". Henrik Christiansen. Henrik Christiansen (føddur 9. oktober 1996 í Skjetten í Skedsmo) er ein norskur svimjari, ið svimur fyri Skjette svømming og Norra. Hann gjørdist nummar fimm á HM í 800 metrum frí í 2015 við tíðini 7.45,66 og setti nýtt norskt met. Hann setti norskt met í 400 metrum frí á EM í svimjing á stuttgeil í Ísrael í desember 2015 og bleiv nummar fýra við tíðini 3.40,32. Hann vann bronsu á 1500 metrum frí á EM við tíðini 14.23,60 og setti norskt og norðurlendskt met. Norðurlendska metið átti føroyski Pál Joensen. Selena. Selena Quintanilla-Pérez (kend sum Selena), fødd 16. apríl 1971, deyð 31. mars 1995, var ein amerikonsk songkvinna, sangskrivari og tónasmiður. Við fjúrtan topp-tíggju plaseringum og sjey nummar-eitt løg á staklaglistanum "Hot Latin Songs" fekk hon titlarnir "Top Latin artist of the '90s" og "Best Selling Latin Artist of the Decade" av "Billboard". Sangir hennara "Amor Prohibido" og "No Me Queda Más" gjørdist tey mest væleydnaðu stakløgini á tí latínamerikanska tónleikamarknaðinum árini 1994 og 1995. Hon fekk heitið "The Queen of Tejano Music" og verður nevnd sum ein meksikonsk tilsvarandi Madonnu. Selena gav út sítt fyrsta studioalbum, "Selena y Los Dinos", sum tólv ára gomul. Í 1987 vann hon eina Tejano Music Award í bólkinum "Female Vocalist of the Year" og fekk síðan ein plátusáttmála við EMI. Framgongdin og popularitetur øktist í 1990-árunum, serliga í spanskttalandi londum. Í 1995 innspældi hon tónleik á enskum og fyrireikaði eitt gjøgnumbrot í tí enskmælta heiminum. Tann 31. mars 1995 varð Selena myrð, 23-ára gomul, av Yolanda Saldívar sum fyrr hevði havt høvuðsábyrgdina fyri fanklubba hennara. Tvær vikur seinni, hin 12. apríl 1995, útnevndi guvernørurin í Texas, George W. Bush, føðingardag hennara til "Selena Day" í Texas. Í 1997 spældi Jennifer Lopez Selenu í filminum "Selena" sum Warner Bros. skapaðu. Times Square. Times Square er ein stór gøta á Manhattan í New York City. Fifth Avenue. Fifth Avenue er tann størsta handilsgøtan í býnum New York í USA og verður hildin at vera ein av heimsins bestu og dýrastu handilsgøtum. 5th Avenue er ein sera long handilsgøta á Manhattan. Fifth Avenue liggur sera væl fyri, mitt í New York City, beint við Times Square, tætt við bæði Central Park og eisini tey kendu listasøvnini Metropolitan Museum of Art og Solomon R. Guggenheim Museum. Eisini eru ein hópur av matstovum har um vegir. Keldan (samkoma). Keldan er ein karismatisk samkoma, stødd mitt í Skálafirði. Keldan hevur nógv tiltøk gjøgnum vikuna, millum annað sunnudagsmøtir, Ungdómsmøtir, Bønardagar, Bønarmøtir, og nógv fleiri við. Keldan hevur umleið 400 limir í samkomuni. Eisini hevur Keldan ein frískúla, Frískúlin Keldan, ið hevur upp ímóti 100 næmingum í 7 ymiskum flokkum. Teir flokkarnir strekkja seg frá forskúla til 6. flokk, og legst ein flokkur til hópin hvørt ár, tað vil siga, at í 2016 gongur tað upp til 7. flokk. Søga. Tann karismatiska vekingingin floymdi yvir Føroya land í 1970unum og í 1980unum. Tá tjaldmøtini á Gøtueiði nærkaðust endanum, tóku nakrir mans stig til at keypa eini hús í Skálafirði, sum skuldi verða savningarstað fyri karismatisku rørsluna, sum var sprottin fram í Eysturoynni. Samkomuarbeiðið í Kelduni byrjaði í 1987. Nakrir av teimum leiðandi í hesi veking savnaðust saman í eitt elstaráð, sum so byrjaði at skipa fyri regluligum møtum. Sum frá leið, hevur hetta virksemið ment seg við ymiskum broytingum. Í fyrstuni leiddi hvør elsti ein mánað í senn, og Harrin virkaði við tí við Sínum Anda. Sum tíðin gekk, gjørdist greitt, at tørvur var á at seta ein leiðara. Tað varð lagt fram fyri samkomufólkið at biðja fyri hesum, at Harrin skuldi kalla fólk til at standa fyri og leiða hetta arbeiðið. Onkur varð spurdur og eggjaður til uppgávuna at leiða samkomuna, men tað gekk tó ein tíð, áðrenn nakar varð settur. Í 1997 vórðu Pauli og Jastrid Høj sett í tænastu sum leiðarapar eftir at hava kent Harrans kall til hesa tænastu. Síðan henda tænastan við samkomuleiðara, ella pastori, er komin, er samkomubygnaðurin nakað broyttur. Í dag verður samkoman leidd meira miðvíst sum ein lokalsamkoma, har hvør einstakur er ein limur á likaminum og kennir ábyrgd fyri samkomuni. Sum tíðin er gingin, er samkoman vaksin í stórum, og einleikin og samanhaldið er vorðið sterkari. Samkoman er grundað á egnar visiónir og er ein sjálvstøðug og sterk lokalsamkoma við fjølbroyttum virksemi fyri allar aldursbólkar. Virksemið hjá Kelduni verður fíggjað við tíggjund og gávum. Longu fyri nógvum árum síðan tendraðist visiónin um, at Keldan skuldi gerast ein andaligur miðstaður í Føroyum. Henda visiónin byrjaði at taka skap, tá ið farið varð í holt við at byggja nýggja samkomubygningin. Tann nýggi salurin, sum varð tikin í nýtslu í 2004, hevur fleiri enn 800 sitipláss og allar nýmótans hentleikar, ið skulu vera í einum tílíkum møti- og konsertsali. Í bygninginum er stórur matarsalur og stórur køkur og fleiri skúlastovur. Eisini er barnasalur við plássi fyri á leið 150 fólkum. Í nøkur ár hevur verið arbeitt við visiónini um ein kristnan frískúla. Í 2010 gjørdist visiónin til veruleika og Frískúlin, Keldan varð settur á stovn. Umframt frískúlan er frítíðarstova og forskúli í Kelduni. Í Føroyum eru frísamkomurnar væl kendar og væl vitjaðar. Tað samkomulívið, sum vit praktisera í Kelduni, er at finna allastaðni í heiminum. Tann sokallaða karismatiska rørslan, sum vit eru ein partur av, telir í dag fleiri enn 600 mió. menniskju og er tann skjótast vaksandi rørslan ídag. Sum ein evangelisk frísamkoma grundar Keldan teirra virksemi og læru á ta klassisku kristnu trúarlæruna. Keldan er sjálvstøðug og ikki formliga partur av einum ávísum trúarbólki. Keldan hevur eitt opið og tvørkirkjuligt sinnalag og samstarvar við aðrar samkomur og kirkjur um at fremja Guds verk her á jørð. Keldan trýr uppá tað klassiska evangeliið um frelsu við trúgv á Jesus Kristus; tað, sum hevur verið grundarlag teirra kristnu til allar tíðir. Osmanska ríkið. Osmanska ríkið var eitt stórt, turkiskt ríki, ið varð stovnað av Osman 1. í 1299 og vardi til 1. november 1922, tá ið sultan-embætið varð niðurlagt. Stýrisskipanin var monarkisk við einum keisara sum ríkisleiðara, og høvuðsmálið ið varð tosað var osmanskt-turkiskt. Ríkisátrúnaðurin var sunni islam. Ríkið breiddi seg yvir vestara partin av Asia, landssynningspartin av Evropa og Norðurafrika. Eftir kringsetanina og sigurin av Konstantinopel í 1453 kom tað Osmanska ríkið í staðin fyri tað Byzantinska ríkið at ráða yvir Balkan og Anatolia. Amanda Fondell. Amanda Linnea Fondell (fødd 29. august 1994 í Linderöd) er ein svensk songkvinna. Hon vann svensku sjónvarpssangkappingina Idol í 2011.. Hon luttók í Melodifestivalen í 2013. FBI. Amerikanska samveldisløgreglan ella FBI er máttmiklasta løgreglustyrki í USA, har eru servandir agentar, sum vanliga halda eyga við, hvat hendir bæði í USA og í heiminum annars. FBI hevur eisini uppgávur, sum almenningurin aldri hoyrir um. Pentagon. Pentagon er miðdepil fyri Verjumálaráðið í USA. Verjumálaráðið hevur ábyrgdina fyri verjuna av USA og av øllum hernaðarvirksemi hjá USA. Bygningurin er ein fimmhyrnt borg, ið liggur í Arlington í Virginia og hevur eittans endamáli: at verja USA og landsins íbúgvar. Í yvirgangsálopunum 11. september 2001 doyðu 2.996 fólk. Av teimum vóru 125 í Pentagon. Fýra rænd flogfør vórðu nýtt í álopunum. Tvey teirra rendu á World Trade Center í New York City, eitt rendi á Pentagon og tað fjórða datt niður í Pennsylvania. Í teimum fýra flogførunum doyðu 246 fólk. 2.606 doyðu í og kring World Trade Center, og 125 doyðu í Pentagon. Tey deyðu vóru øll sivilfólk uttan 55 herfólk í Pentagon. Endaligu hagtølini vóru ikki gjørd fyri enn fleiri ár eftir hendingarnar. Amanda Jenssen. Amanda Jenssen (fødd 12. september 1988 í Lund) er ein svensk songkvinna og sangskrivari. Hon luttók í svensku sangkappingini Idol í 2007. Winston Churchill. Sir Winston Leonard Spencer-Churchill "Order of the Garter", "Order of Merit", "Order of the Companions of Honour", "Territorial Decoration", "Fellow of the Royal Society", "Queen's Privy Council for Canada" (30. november 1874 – 24. januar 1965) var ein bretskur státsmaður, ið var forsætisráðharri í Stórabretlandi frá 1940 til 1945 og aftur frá 1951 til 1955. Churchill var eisini heryvirmaður í bretska herinum, søgufrøðingur, rithøvundur og listamaður. Hann vann Nobelvirðislønin í bókmentum, og var tann fyrsti persónurin ið var tilnevndur heiðurin sum "honorary citizen of the United States". Hann er kendastur sum forsætisráðharri í Stórabretlandi undir 2. heimsbardaga. Hann verður mettur at vera ein av týdningarmiklastu ríkisleiðarum í nýggjari tíð. Uppvøkstur. Churchill varð føddur á Blenheim Palace í Oxfordshire. Pápi hansara var politikarin Randolph Churchill, ið var triðji sonur hertogan av Marlborough. Fulla eftirnavn hansara var Spencer-Churchill, men eins og faðirin strikaði hann Spencer og brúkti bert Churchill. Á faðirsíðuni var hann ættaður frá tí stóra enska generalinum John Churchill, tí fyrsta hetoganum av Marlborough. Mamma hansara, Jeanette (Jennie) Jerome, var dóttir amerikanska millióningin Leonard Jerome. Tað at hann var hálvur amerikumaður var nakað ið Churchill seinni ofta skemtaðist við, serliga tá ið hann var saman við Franklin Roosevelt. Tann ungi Winston Churchill var stóran part av barndóminum á kostskúla, ið var vanligt tá fyri enskir yvirklassadreingir. Til upptøkuroyndina til Harrow School skrivaði hann onki í latínroyndini og varð tí settur í tann lægsta bólkin, har ið tað mesta av undirvísingini fór fram á enskum. Har kláraði hann seg væl. Hann saknaði mammuna, men hon vitjaði hann sjálvdan, sjálvt um hann í brøvum heim bønaði hann um at koma ella um at lata hann sleppa heim. Hann fylgdi væl við í yrkisleiðini hjá pápanum, men hevði ikki inniligt samband við hann. Einarferð í 1886 skal hann hava sagt: "Pápi mín er fíggjarmálaráðharri, og ein dag skal eg eisini gerast tað.". Óeydnusami barndómur hansara har hann var sera einsamallur, merktu hann restina av lívinum. Hann hevði tó inniligt samband við barnagentuna, Elizabeth Anne Everest. Burtursæð frá enskum, søgu og fekting, kláraði ungi Winston seg illa á Harrow, og hann varð ofta revsaður fyri vánaligt arebeiði og vantandi arbeiðsavrik. Hann var sjálvstøðugur og uppreistrarsinnaður av lindi og noktaði at læra tey klassiku verkini á latíni og grikskum. Inn í herin. Í 1893, tá ið hann royndi á triðja sinni, slapp hann inn á krígsskúlan hjá bretska herinum Sandhurst, á kavallerílinjuna (ið var stórt vónbrot hjá pápanum). Tvey ár seinni fekk hann prógv sum ottandi besti av 150 í flokki sínum í desember 1894, og 20 ára gamal varð hann tilnevndur undirloytnantur á 4th Queen’s Own Hussars. Hesin herflokkurin var fluttur í tænastu í Bangalore í India, og tá ið Churchill kom hagar við báti hendi eitt óhapp, tá ið hann gekk í land, og økslin fór úr lið. Hann fekk trupulleikar við økslini fleiri ferðir seinni, og hon fór eisin úr lið aftur seinni. Í India var týdningarmesta virksemi hjá herflokkinum polo, og tað var ikki nakað ið hevði stóran áhuga hjá tí unga og aktiva unga manninum; hann ynskti fleiri hernaðarligt virksemi. Churchill brúkti rættiliga nógva tíð uppá at útbúgva seg sjálvan við bókum, ið mamman hevði sent honum. Meðan hann var í India leitaði hann eftir størri avbjóðingum. Í 1895 fingu hann og Reggie Barnes farloyvi fyri at ferðast til Kuba fyri at hyggja at, meðan tær sponsku herdeildirnar bardust móti kubanskum geriljaherdeildum. Churchill gjørdi avtalu við blaðið "Daily Graphic" har ið hann skuldi skriva um stríðið. Churchill fegnaðist um, at hann fyri fyrstu ferð gjørdist partur av skotbardaga, tað hendi á 21 ára føðingardegi hansara. Á vegnum til Kuba vitjaði hann USA fyri fyrstu ferð. Í 1897 hevði Churchill aftur fingið farloyvi og ferðaðist fyri at eygleiða griksk-turkiska kríggið, men tað var liðugt, áðrenn hann kom hartil. Hann helt tí leiðina fram til Onglands, men á vegnum hoyrdi hann um Pathanuppreisturin í Landnyrðings Marklandslutinum (í dag ein partur av Pakistan) og skundaði sær aftur til India fyri at luttaka í herferðini fyri at niðurberja uppreisturin. Meðan hann enn alment var við herinum í India, royndi Churchill at fáa loyvi til at sleppa við á herferðina ið skuldi vinna Sudan aftur. Leiðarin fyri herferðina, Lord Kitchener var negativur, men Churchill brúkti síni sambond, og fekk forsætisráðharran Salisbury til at senda eitt fjarrit om málið. At enda fekk Churchill eitt starv við 21. Lancers, ein herdeild hvørs samanseting varð avgjørd úr London og ikki av Kitchener. Churchill var samstundis krígskorrespondentur fyri "Morning Post", fyri 15 pund pr grein. Meðan hann var í Sudan, luttók Churchill í tí ið er blivið nevnt sum tað seinasta væleydnaða bretska kavalríálop í slagnum við Omdurman. Í oktober 1898 var hann aftur í Stórabretlandi og byrjaði uppá arbeiði við tvey-bindsverkinum "The River War", ið varð útgivið árið eftir. Í 1899 fór Churchill úr herinum og royndi eina politiska yrkisleið. Hann stillaði upp sum valevni fyri Konservativa flokkin í Oldham í einum millumvali tað árið. Hann gjørdist nummar trý (Oldham hevði tá tvey pláss í Undirhúsinum) og varð ikki valdur inn. Hin 12. oktober 1899 byrjaði seinna boarakríggið millum Stórabretland og boarar í Suðurafrika. Churchill ferðaðist hagar sum krígskorrespondentur fyri "Morning Post" við løn á 250 pund fyri fýra mánaðir. Komin fram fekk hann pláss á einum bretskum armeraðum toki (pansaratok). Hetta tokið varð avsporað orsakað av at boarar framdu eitt slysálop. Sjálvt um Churchill ikki var í herbúna, so tók hann ræði, fekk rudda linjuna og fekk lokomotivi og helvtina av tokvognunum avstað við teimum særdu. Churchill sjálvur var ikki so heppin, at hann slapp til rýmingar. Saman við øðrum heryvirmonnum og hermonnum varð hann tikin til fanga og hildin í einum krígsfangalegu í Pretoria. Churchill megnaði at rýma úr fangaleguni, og við hjálp frá einum enskum námsleiðara flýddi hann yvir 480 kilometrar til portugisiskt øki í Lourenço Marques (dagsins Maputo). Flýggjanin gav honum eina ávísa hetjustøðu í Stórabretlandi, samstundis sum hann fekk ábreiðslur fyri ikki at hava bíða eftir tveimum øðrum, ið høvdu havt ætlanir um at flýggja saman við honum. Churchill ferðaðist við skipi til Durban og helt seg so til herin hjá general Redvers Henry Buller, ið var á veg til at hjálpa teimum bretsku herdeildunum í Ladysmith, og síðan at taka Pretoria. Hann luttók í slagnum við Spion Kop og var við í teimum fyrstu bretsku herdeildunum, ið brutu kringsetanina av Ladysmith; Winston og systkinabarn hansara Charles Spencer-Churchill riðu í fremstu røð, teir yvirtóku eina fangalegu, har ið 52 boarar góvu seg yvir. Churchill útgav tvær bøkur um boarakríggið, "London to Ladysmith via Pretoria" og "Ian Hamilton's March", tær komu út í mai og oktober 1900, báðar bøkurnar fingu góð ummæli og seldu gott. Peter Gade. Peter Høeg Gade (føddur 14. desember 1976 í Aalborg, Danmark) er ein danskur fyrrverandi professionellur badmintonleikari. Hann býr í løtuni í Holte in Keypmannahavn. Hann eigur tvey børn við fyrrverandi hondbóltsleikaranum Camilla Høeg. Gade hevur gjørt seg galdandi í badmintonsøguni við at vinna einmansleikin í All England Open Badminton Championships í 1999 og fimm gullheiðursmerki á EM í badminton í einmansleiki hjá monnum. Hann lá ovast á heimsranglistanum frá 1998 til 2001. Við sínum 22 Grand-Prix titlum gjørdist hann ein av teimum mest vinnandi badmintonleikarum yvirhøvur. Hin 22. juni 2006 endurvann hann eitt stutt skifti nummar eitt plássið í heimsrankingini. Tað hendi, eftir at hann vann Singapore Open og náddi til kvartfinaluna á Malaysia Open. Eftir at hann tapti kvartfinaluna á French Open í 2012 gavst hann at luttaka í altjóða badmintonkappingm. Iwo Jima-minnisvarðin. Iwo Jima-minnisvarðin (enskt heiti: Iwo Jima Memorial) í Rosslyn, Arlington í Virginia er til minnis um amerikonsku hermenninar, ið fullu í Seinna heimsbardaga. Iwo Jima-minnisvarðin vísir hermenn reisa amerikanska flaggið á Kyrrahavsoynni Iwo Jima, sum teir tóku í 1945. François Hollande. François Gérard Georges Nicolas Hollande (; føddur 12. august 1954) er ein franskur politikari, ið var forseti Fraklands árini 2012 til 2017. Hann var aðalskrivari í franska Sosialiska flokkinum frá 1997 to 2008, borgarstjóri í Tulle frá 2001 til 2008 for formaður í Corrèze General Council frá 2008 til 2012. Hann var limur í franska tjóðartinginum tvær ferðir, sum umboð fyri 1. valdømi hjá Corrèze frá 1988 til 1993 og aftur frá 1997 til 2012. Tarzan. Tarzan (John Clayton, Viscount Greystoke) er ein fiktivur karakterur, ein erkitypiskur villur drongur, ið er uppvaksin í frumskógunum í Afrika saman við stóru "Mangani" apunum. Aleksander Nevskij. Sankta Aleksander Nevskij (Алекса́ндр Яросла́вич Не́вский á russiskum; umskrivað: "Aleksandr Jaroslavitsj Nevskij") (føddur 30. mai 1220, deyður 14. november 1263) var stórfúrsti av Novgorod og Vladimir í einum sera tórførum tíðarskeiði í russiskari søgu. Hann verður ofta lýstur sum ein frontfigurur í miðaldar-Russlandi, og er eitt nú kendur fyri at hava staðið á odda fyri týðandi hernaðarligum sigrum yvir herjandi týskum herum og Gylta riðilinum. Amanda Lear. Amanda Lear (fødd 18. november 1939 ella 1950) er ein fronsk songkvinna, sjónleikarinna og modell. Anglikanska Kirkjan. Anglikanska Kirkjan ella Church of England, sum hon eisini verður nevnd, er almenna kirkjan í Stórabretlandi. Kirkjan umboðar umleið 80 miljónir fólk kring allan heimin. Adventistar. Adventistar eru trúarflokkur, ið væntar afturkomu Krists í næstum. Kirkjan stavar frá fleiri kirkjum, sum høvdu tað í felag at tær vantaðu Jesu afturkomu skjótt. Skilnaður kom í hesu samkomu í 1944 og tann størsti bólkurin fekk heiti Sjeyndadags adventistar. Teir nevna seg eisini sjeyndadagsadventistar av tí, at teir halda sjeynda dag í vikuni, leygardag, heilagan. Mitt í 1930-talinum fóru tey at byggja kirkju í Sverrisgøtu í Tórshavn. Í 1978 bygdu tey eina nýggja adventista-kirkju við Hoyvíksvegin í Havn. Í 1966 læt Adventistasamkoman upp Frískúlan við Hoyvíkstjørn, sum hon eigur og rekur. Sjeyndadags adventistar hava einans Bíbliuna sum grundarlag, teir viðurkenna ikki barnadóp, men doypa vaksin við at tey fara undir kav. Altargangurin er ímyndarligur, og limirnir í sam- komuni skulu halda seg frá alkoholi, rúseitri og tubbaki fyri at menna likam og sál. Harafturat verða tey ávirkað til at vera sámilig í klædna- búna, fara væl um likamið við hóskandi rørslu og hvíld og eta heilsu- góðan mat. Amy Winehouse. Amy Jade Winehouse (fødd 14. september 1983 í London, deyð 23. juli 2011 í London) var ein ensk songkvinna. Ivan 3. av Russlandi. Ivan 3. Vasilyevich () (22. januar 1440, Moskva – 27. oktober 1505, Moskva), eisini kendur sum Ivan hin Stóri, var ein stórfúrsti av Moskva og Stórfúrsti av øllum Russlandi (Великий князь всея Руси). Hann trýfaldaði víddina á sínum ríki og endaði valdið hjá Gylta Harkaliðnum yvir Rus, uvældi Kreml í Moskva og legði grundarstøði undir russiska ríkinum. Hann var ein av teimum russisku valdsharrunum, ið hevur sitið við valdinum í longst tíðarskeið í søgu Russlands. B.B. King. Riley B. "B.B." King (føddur 16. september 1925 , deyður 14. mai 2015) var ein amerikanskur blues sangari, sangskrivari, tónleikari, plátuframleiðari og sjónleikari. "Rolling Stone" setti King sum nummar 6 á teirra lista í 2011 yvir 100 bestu gittarleikarar allar tíðir. King innførdi ein framkomnan stíl av solospæli við støði í flótandi "string bending" og "shimmering vibrato" ið seinni hevur ávirkað nógvar elektriskir blues gittarleikarar. King gjørdist partur av Rock and Roll Hall of Fame í 1987 og verður mettur at vera ein av teimum mest ávirkandi blues tónleikarum allar tíðir, hann fekk eisini kelinavnið "The King of the Blues", og ein av teimum "Three Kings of the Blues Guitar" saman við Albert og Freddie. King var kendur fyri at framføra uttan at gerast troyttur gjøgnum alla tónleikayrkisleið sína, hann framførdi á meira enn 200 konsertum um árið í meðal til hann var komin upp í 70-árini. Í 1956 luttók hann í 342 framførslum. King andaðist 89 ára gamal í Las Vegas, Nevada hin 14. mai 2015 orsakað av fylgdarsjúkum til Alzheimers sjúku umframt hjartasvík og fylgdarsjúkum til sukursjúku. Seinastu framførslurnar. King var virkin tónleikari líka til hann doyði. Hin 21. februar 2012 var King millum tey ið framførdu á tiltakinum "In Performance at the White House: Red, White and Blues", har Barack Obama forseti sang ein part av "Sweet Home Chicago". Hin 5. juli 2012 framførdi King á einari konsert á Byblos International Festival í Libanon. Hin 26. mai 2013 spældi hann á New Orleans Jazz Festival. Hin 3. oktober 2014 spældi hann á House of Blues í Chicago, Illinois, men noyddist at gevast, og ein lækni staðfesti, at hann var dehydreraður og útlúgvaður. Hann varð noyddur at avlýsa ætlaðar konsertir tað ið av eftir av 2014. Heiðurslønir og tilnevningar. Árini vísa til tað árið ið Grammy-virðislønin var latin fyri tónleik frá árinum fyri. Karin Park. Karin Park (fødd 6. september 1978 í Djura) er ein svensk-norsk songkvinna og sangskrivari. AaB Fodbold. AaB Fodbold, eisini nevnt Aalborg BK ella AaB, er eitt professionelt fótbóltsfelag í danska ítróttafelagnum Aalborg Boldspilklub, við bústaði í Aalborg. Besta liðið í mansfótbólti spælir í donsku Superliguni og hevur vunnið fýra donsk Superliga meistaraheiti og tríggjar ferðir hava teir vunnið donsku steypakappingina DBU Pokalen. Seinasta steypið vunnu teir í 2014, tá ið teir vunnu greipuna, tvs. danska meistaraheitið og steypakappingina. AaB gjørdist tað fyrsta danska fótbóltsfelagið nakrantíð at luttaka í UEFA Champions League bólkaspælinum, tað var í 1995. AaB megnaði eisini at kvalifisera seg til Champions League 2008–09 og kvalifiseraði seg til UEFA Cup í sama kappingarári við at enda á triðja plássi í teirra Champions League bólki. Føroyski landsliðsleikarin Gilli Rólantsson spældi við AaB frá 2014 til august 2016, hann spældi 24 landskappingardystir fyri AaB. Hallur Hansson og Pól Jóhannus Justinussen hava eisini spælt við AaB. Mariah Carey. Mariah Carey (fødd 27. mars 1970) er ein amerikonsk songkvinna, sangskrivari, plátuframleiðari og sjónleikari. Hon gjørdist kend, eftir at hon útgav sítt fyrsta studio album "Mariah Carey" í 1990. Miles Davis. Miles Dewey Davis III (føddur 26. mai 1926 deyður 28. september 1991) var ein amerikanskur jazztónleikari, trompetleikari, orkesturleiðari og tónaskald. Hann verður av mongum mettur at vera ein av teimum mest týðandi og nýskapandi tónleikarum í 20. øld. Miles Davis var, saman við tónleikabólkum sínum, ein av teimum, ið gingu á odda í stórum menningarstigum innan jazztónleikin, eitt nú bebop, cool jazz, hard bop, modal jazz, og jazz fusion. Árini 1926–44). Miles Dewey Davis III varð føddur 26. mai 1926 í eina múgvandi afrikanska-amerikanska familju í Alton, Illinois. Faðir hansara, Miles Dewey Davis, Jr., var tannlækni. Í 1927 flutti familjan til East St. Louis, Illinois. Tey áttu eisini ein stóran bóndagarð (ranch) í áarósaøkinum í Arkansas nærindis býnum Pine Bluff, hagani pápi og abbi hansara komu. Tað var bæði í Eystur St. Louis og nærindis Pine Bluff at ungi Davis byrjaði at fáa áhuga fyri tónleiki við tað, at hann lurtaði eftir gospeltónleiki í kirkjuni hjá teimum svørtu. Mamma Davis, Cleota Mae Davis (fødd Henry), ynskti at sonur hennara lærdi at spæla á klaver. Sjálv dugdi hon væl at spæla bluestónleik á klaveri, men tað segði hon ikki við Miles. Hann byrjaði at ganga á tónleikaskúla sum 13 ára gamal, tá ið pápi hansara gav honum eina trompet og syrgdi fyri, at hann fekk undirvísing frá tí lokala tónleikaranum Elwood Buchanan. Davis hevur seinni greitt frá, at tað at pápin valdi trompetina sum ljóðføri til sonin kanska mest av øllum var fyri at troytta konu sína, av tí at henni ikki dámdi ljóðið av trompetini. Sekstan ára gamal var Davis limur í tónlekalívinum, og tá ið hann ikki var í skúla, spældi hann professionelt á tí lokala Elks Club. Tá ið hann var 17 ára gamal, spældi hann eitt ár við orkestrinum hjá Eddie Randle, ið nevndist Blue Devils. Hetta tíðarskeiðið royndi Sonny Stitt at yvirtala hann til at koma við orkestrinum hjá Tiny Bradshaw, ið júst tá ferðaðist gjøgum býin, men mamma Davis legði áherðslu á, at hann noyddist at gera skúlan lidnan fyrst. Hann fekk prógv frá Eystur St. Louis Lincoln High School í 1944. Í 1944 vitjaði orkestrið Billy Eckstine East St. Louis. Dizzy Gillespie og Charlie Parker vóru limir í orkestrinum. Teir bjóðaðu Davis at spæla triðju trompet saman við teimum í nakrar vikur, av tí at teirra fasti limur, Buddy Anderson, var sjúkur. Sjálvt eftir hesa uppliving, so ynsktu foreldur hansara enn, so skjótt sum orkestrið hjá Eckstine var farið úr býnum, at hann skuldi fáa sær eina hægri útbúgving. New York City og bebop árini (1944–48). Á heysti 1944, eftir at hann var liðugur við student (high school), flutti Davis til New York City fyri at lesa á Juilliard School of Music. Eftir at hann var komin til New York City, brúkti hann tað mesta av tíðini tær fyrstu vikurnar til at koma í samband við Charlie Parker, sjálvt um fleiri fólk, ið hann møtti høvdu ávarað hann um at lata vera. Teirra millum var saxofonspælarin Coleman Hawkins. Tá ið hann endiliga fann sína fyrimynd, gjørdist Davis ein av kjarnutónleikarunum, ið hildu jam sessions um kvøldarnar á tveimum av náttarklubbunum í Harlem, Minton's Playhouse og Monroe's. Í hesum bólkinum vóru fleiri av leiðandi tónleikarunum innan bebop kollveltingina: ungir tónleikarar sum Fats Navarro, Freddie Webster, og J. J. Johnson. Etableraðir tónleikarar sum Thelonious Monk og Kenny Clarke luttóku eisini javnan. Davis gavst á Juilliard eftir at hava biðið um loyvi frá pápa sínum. Í sjálvævisøgu síni finst Davis at undirvísingini á Juilliard, tí at tað snúði seg ov nógv um tað klassiska evropeiska og "hvíta" repertoire'ið. Hann viðurkendi tó eisini, at umframt at hann betraði munandi um sín tøkniliga førleika sum trompetspælari, so hjálpti Juilliard honum eisini við at fáa eina grundleggjandi fatan av tónleikaástøði, ið seinni vísti seg at vera virðismikil vitan fyri Davis. Douwe Bob. Douwe Bob Posthuma, betri kendur sum Douwe Bob (føddur 12. desember 1992 í Amsterdam) er ein niðurlendskur sangari og sangskrivari. Hann vann niðurlendska talent showið "Besti Singer-Songwriter í Niðurlondum", ið er skapað av Giel Beelen. Douwe Bob syngur serliga fólkatónleik og countrytónleik. Hann umboðaði Niðurlond við sanginum "Slow Down" á Eurovision Song Contest 2016 í Stokkhólmi. Santa Monica. Santa Monica er ein strandarbýur í Los Angeles County í Suður-Kalifornia. Santa Monica er kent fyri sínar strendur, eitt nú kann nevnast Santa Monica-strondin sum er umleið fimm km. metrar til longdar. Santa Monica liggur við strondina og er væl umtókt av teimum ferðandi, hópin av fólki vitja m.a. Santa Monica State Beach á hvørjum árið. Third Street Promenade í Santa Monica er tann størsta handilsgøtan í Los Angeles, men langt frá tann einasta. Sølumiðstøðin Santa Monica Place liggur væl fyri har á Third Street Promenade við góðum parkeringsviðurskiftum. Santa Monica-bryggjan (Santa Monica Pier) er sjálv ímyndin av Santa Monica. Her eru handlar, matstovur, gallarí og fornminnissøvn. Venice, Los Angeles. Venice Beach liggur útvið strondina av Los Angeles, tætt við Santa Monica og Santa Monica State Beach. Á Venice ber m.a. til at leiga sær eina súkklu í ein ella fleiri dagar. Har eru góðar stendur og nógvar matstovur, kaffistovur, barrir og handlar. Los Angeles County. Los Angeles-landsparturin (alment enskt heiti Los Angeles County) er tann fólkaríkasti í Kalifornia. Har eru m.a. býirnir Los Angeles, Long Beach, Malibu, Santa Monica, Glendale, v.f. Við ársskiftið 2010 búðu 9,818,605 fólk í Los Angeles County vísir uppgerðin hjá U.S. Census Bureau. Har eru góðar strendur, nevnast kunnu Venice Beach, Santa Monica State Beach, Redondo Beach, Manhattan Beach og Hermosa Beach. Fartelda. Fartelda er telda ið ein fær havt við sær, er berbar telda. Tváttarbjørn. Tváttarbjørn (latín "Procyon lotor") er norðuramerikonsk hálvbjørn. Tær eru skjótar og mest frammi um náttina. Tá leita tær í m.a. ruskdungum eftir føði, taka grøði av bóndagørðum og smáfenað. Hon hevur stórar kløur. Hon heldur føðini við labbunum og grevur við teimum og verjir ungarnar við teimum. Tváttarbjørn dugir væl at klintra í trøum og er kvik á føti. Tváttarbjarnir eru súgdjór og eta kjøt. Slag. Øll sløgini eru í Norður-Amerika. Nes (landafrøðiligt fyribrigdi). Hálvoyggj ella nes er heldur mjátt og langt landøki sum stingur út í sjógv. Barbra Streisand. Barbra Joan Streisand (fødd 24. apríl 1942) er ein amerikonsk songkvinna, sangskrivari, sjónleikari og filmsleikstjóri. Gjøgnum hennara yrkisleið ið hevur vart í seks áratíggju, er hon blivin eitt ikon í fleiri ymiskum greinum innan undirhaldsvinnuna og hevur vunnið nógvar heiðurslønir, og hevur fingið kelinavnið Queen of The Divas. Hon hevur vunnið tvær Oskar, tíggju Grammy Awards teirra millum Grammy Lifetime Achievement Award og Grammy Legend Award, fimm Emmy Awards teirra millum Daytime Emmy, eina Special Tony Award, eina American Film Institute virðisløn, eina Kennedy Center Honors virðisløn, fýra Peabody Awards, The Presidential Medal Of Freedom og ellivu Golden Globe virðislønir. Hon ein av fáum ið hava vunnið bæði Emmy, Grammy, Oscar og Tony virðisløn. Íkorni. Íkorni er lítið gnagdýr sum livir í skógum í Evrásia og Norður-Amerika. Íkorni hevur óføra spískar kløur og klívur tí lættliga í trøum og javnvigar við langa, rísna halanum. Kimiliga loypur hann fleiri metrar grein av grein. Grái íkornin í Norður-Amerika varð fluttur til Evropa fyri 200 árum síðan og er farin víða um, og nógvastaðni hevur hann trokað upprunaliga reyða íkornan av. Íkornar gera sær kúluskapað reiður av bløðum og greinum at sova í. Áðrenn kvenndýrið leggur, ger hon sær serliga sterkt og fjálgt reiður. Íkorni fær 3-7 ungar. Glintormur. Glintormur er eiturormur við glintandi hornringum á halanum. Fjalla-leyvur. Fjalla-leyva er stórt rándýr av kattarætt, ið livir í Norður- og Suður-Amerika. Geypa. Geypa (latín: Lynx lynx) er stórt hábeint rándýr av kattarætt. Islamabad. Islamabad (;,) er høvuðsstaður í Pakistan og liggur í Islamabad Høvðsstaðarøki. Fólkatalið í býnum er 2 milliónir og saman við grannabýnum Rawalpindi, er stórbýarøkið Islamabad-Rawalpindi triðstørsta stórbýarøki í Pakistan við einum fólkatali við gott 4.5 milliónum íbúgvum. Síðan býurin varð stovnaður hevur Islamabad drigið fólk at sær úr øllum landinum, og tað hevur gjørt býin til ein av teimum mest altjóða og urbaniseraðu býunum í Pakistan. Av tí at býurin er høvuðsstaður í Pakistan, so er býurin sæti fyri stjórnini í Pakistan og forsetaslottið,Aiwan-e-Sadr, er eisini í býnum. Í Islamabad stendur Pakistan Minnisvarðin, ið er annar av tveimum tjóðarminnisvarðum í Pakistan. Í býnum búgva nógv útlendsk umboðsfólk, politikarar og starvsfólk hjá stjórnini. Zootopia. "Zootopia" (eisini kendur sum Zootropolis) er ein amerikanskur teknifilmur frá 2016. Ronnie Milsap. Ronnie Lee Milsap (føddur 16. januar 1943) er ein amerikanskur countrytónleikari, sangari og pianistur. Peter, Paul and Mary. Peter, Paul and Mary var ein amerikanskur fólkatónleikabólkur, ein trio við limunum Peter Yarrow, (Noel) Paul Stookey og Mary Travers. Eftir at Travers doyði í 2009, hildu Yarrow og Stookey fram at framføra sum ein duo, har ið tey nýttu teirra egnu nøvn. Faith Hill. Faith Hill (fødd Audrey Faith Perry; 21. september 1967) er ein amerikonsk country-popp songkvinna og av og á eisini sjónleikari. Hon er ein av teimum country tónleikarunum, ið hevur havt størsta framgongd yvirhøvur allar tíðir, við tað at hon hevur selt meira enn 40 milliónir plátur um allan heimin. Hill er gift við countrysangaranum Tim McGraw, og saman hava tey upptikið fleiri væleydnaðar duettir. Hon hevur vunnið fimm Grammy virðislønir, 15 Academy of Country Music Awards umframt aðrar virðislønir. Pelé. Edson Arantes do Nascimento (; føddur 23. oktober 1940), kendur sum Pelé (), er ein pensioneraður brasilskur fótbóltsleikari, ið spældi sum álopsleikari. Hann verður mettur at vera heimsins besti fótbóltsleikari yvirhøvur. Í 1999 varð hann valdur "Aldarinnar Besti Leikari í Heiminum" av International Federation of Football History & Statistics (IFFHS). Sama árið spurdi tíðarritið "France Football" fyrrverandi Ballon d'Or vinnarar um at velja Aldarinnar Fótbólsleikara; teir valdu Pelé. Í 1999 varð Pelé kosin Aldarinnar Ítróttafólk av IOC, og "Time" nevndu hann í yvirliti teirra 100 mest týðand fólk í 20. øld. Í 2013 fekk hann FIFA Ballon d'Or Prix d'Honneur sum viðurkenning fyri hansara yrkisleið og fremjan sum ein altjóða ímynd av fótbóltinum. Landslið. Brasil Feløg. Santos New York Cosmos Sum einstaklingur. Í desember 2000 býttu Pelé og Maradona FIFA virðislønina FIFA Player of the Century. Svínoy (bygd). Svínoy er einasta bygd á Svínoynni í Føroyum og hevur 27 íbúgvar. Bygdin hoyrir til Klaksvíkar kommunu. Franz Beckenbauer. Franz Anton Beckenbauer (; føddur 11. september 1945) er ein týskur fyrrverandi yrkisfótbóltsleikari og venjari. Tíðliga í fótbóltsyrkisleiðini fekk hann kelinavnið "Der Kaiser" ("Keisarin") vegna hansara vakra stíl, yvirræði og leiðaraevni á vøllinum, og eisini av tí at fornavn hansara "Franz" minnir um eysturríkskir keisarar. Hann verður av mongum mettur at vera ein av teimum bestu fótbóltsleikarunum í søguni. Ein fjøltáttaður leikari, ið byrjaði sum miðvallaleikari, men bleiv seinni kendur sum ein góður miðverjuleikari. Hann verður ofta sagdur at vera tann ið uppfann leiklutin hjá nútíðar sviparanum ella "libero". Tvær ferðir varð hann útnevndur Ársins evropeiski fótbóltsleikari. Hann spældi 93 landsdystir fyri Vesturtýskland og spældi í trimum heimsmeistaraskapum. Hann er annar av tveimum monnum, saman við brasilska Mário Zagallo, ið hevur vunnið heimsmeistaraskapin bæði sum leikari og venjari; hann lyfti HM-steypin sum liðskipari í 1974, og endurtók avreksverkið sum venjari í 1990. Hann var tann fyrsti liðskiparin, ið vann bæði HM og EM í fótbólti á altjóða støði og European Cup fyri feløg. Hann varð nevndur í Heimsliðið úr 20. øld (World Team of the 20th Century) í 1998, Dreymaliðið (FIFA World Cup Dream Team) í 2002, og í 2004 kom hann á FIFA 100 listan yvir heimsins bestu fótbóltsleikarar á lívi. Goodiepal. Parl Kristian Bjørn Vester, betri kendur sum Goodiepal or Gæoudjiparl van den Dobbelsteen (føddur 1978), er ein føroyskur/danskur listamaður og tónleikari. Ingemar Stenmark. Jan Ingemar Stenmark (), føddur 18. mars 1956 í Joesjö, Svøríki, er ein fyrrverandi HM alpuskíðrennari úr Svøríki. Hann verður mettur at vera einum av teimum fremstu svensku ítróttafólkunum, og sum tann besti snirr og giant snirr serfrøðingurin yvirhøvur í heiminum. Hann kappaðist fyri Fjällvinden Tärnaby. Hann varð føddur í Joesjö, Storumans kommuna, Lapland, familja hansara flutti til Tärnaby nærindis Noreg, tá ið hann var fýra ára gamal. I barnaárunum var hann granni við Stig Strand (eisini føddur í 1956). Teir báðir gjørdist báðir heimsmeistarar í somu kapping á HM í alpuskíð í 1983. Stenmark byrjaði at standa á skíð, tá ið hann var fimm ára gamal og vann sína fyrstu landskapping sum átta ára gamal. Beryllium. Beryllium er eitt frumevni, ið er nummar 4 í skeiðbundnu skipaninini. Strontium. Strontium er eitt frumevni, ið er nummar 38 í skeiðbundnu skipaninini. Sesium. Sesium er eitt frumevni, ið er nummar 55 í skeiðbundnu skipaninini. Titan (grundevni). Titan er eitt frumevni, ið er nummar 22 í skeiðbundnu skipaninini. Kristina Clementsen. Kristina Clementsen (fødd 5. juni 1996) er ein føroyskur politikari, ið stillaði upp til løgtingsvalið 2015 fyri Tjóðveldi. Áðrenn tað hevði hon verið virkin í Unga Tjóðveldið, har hon er skrivari (2015). Hon fekk 134 persónligar atkvøður á løgtingsvalinum 2015 og bleiv nummar 13 á listanum hjá Tjóðveldi. Hon varð ikki vald, men 16. desember 2015 tók hon sæti á tingi sum avloysari fyri Annitu á Fríðriksmørk, ið fór í farloyvi í eina viku. Kristina var tá 19 ára gomul og gjørdist tá yngsti persónur higartil, ið hevur tikið sæti á tingið. Jørgen Niclasen var 20 ára gamal, tá hann fyrstu ferð tók sæti í Løgtinginum og Jákup Sverri Kass var 21 ára gamal. Kristina var liðug við student og varð byrja í starvi hjá meglarafyritøkuni Skyn, tá ið hon tók sæti á Føroya Løgtingi fyri fyrstu ferð. Ruth Vang. Ruth Vang (fødd 5. apríl 1966) er ein føroysk ljósmóðir, bankakvinna og politikari (Framsókn). Bakgrund. Ruth Vang býr í Havn. Hon er útbúgvin ljóðmóðir frá Danmarks Jordemoderskole í Keypmannahavn í 1992 og starvaðist sum ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum 1992-99, og sum leiðandi ljósmóðir 1999-2005. Meðan hon var í starvi sum ljósmóðir las hon HD í roknskapi og fíggjarstýring á Aarhus Handelsskole 2001 – 2005 og broytti síðan yrkisleið til fíggjarheimin. Frá 2005-11 var hon fíggjarráðgevi í Eik Banka. Síðan 1. januar 2013 hevur hon verið í starvi sum deildarleiðari í Tórshavnar kommunu. men er í farloyvi, meðan hon er í Løgtinginum. Politisk lívsleið. Ruth Vang stillaði upp til Løgtingsvalið 2015 uttan at verða vald, men eftir at landsstýrið varð skipað og flokkur hennara kom í samgongu, tók hon sæti í løgtinginum sum avloysari fyri formannin í Framsókn, Poul Michelsen, tá ið hann varð valdur til vinnu- og uttanríkismálaráðharri í stjórnini hjá Aksel V. Johannesen. Framsókn telvaði seg til formanssessin í Fíggjarnevndini, tá ið nevndarsessirnir vóru býttir. Júst tá var Annika Olsen, ið varð vald fyri Fólkaflokkin, farin úr Fólkaflokkinum og blivin limur í Framsókn, og Sonja Jógvansdóttir, ið varð vald fyri Javnaðarflokkin, fór úr flokkinum og gjørdist leysgangari, og harvið misti samgongan meirlutan. Tá ið Annika Olsen gjørdist limur í Framsókn fekk samgongan aftur meirluta, og Annika fekk formanssessin í Fíggjarnevndini, men eftir stórt trýst, valdi hon at fara úr aftur Framsókn og gerast leysgangari og segði eisini formanssessin í Fíggjarnevndini frá sær, og samgongan kom aftur í minniluta, men Sonja Jógvansdóttir lovaði at stuðla samgonguni, hóast hon var leysgangari. Ruth Vang gjørdist síðan forkvinna í Fíggjarnevndini. Familja. Hon er dóttir Ester og Petur Danielsen og er gift med Dánjal Vang. Tey eiga trý børn: Ester, Petur Kristinn og Hanna. Ingolf S. Olsen. Ingolf Sólheim Olsen (føddur 8. juni 1963) er ein føroyskur journalistur, fakfelagsmaður, fiskimaður og politikari (Tjóðveldi). Hann er útbúgvin journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole í 1994 og starvaðist í fleiri ár sum journalistur í Danmark fyrst á Herning Folkeblad og síðan Jydske Vestkysten. Eftir tað flutti hann heim aftur til Føroya og var í starvi á Dimmalætting í tvey ár, frá 2004-10 var hann í starvi hjá Kringvarpi Føroya sum tíðindamaður og kjakvertur. Síðan apríl 2010 hevur hann starvast sum blaðfólk í fríari vinnu og sum sjómaður. Hann hevur eisini tikið myndir av fiskivinnuni. Álitisstørv og politisk lívsleið. Ingolf S. Olsen er næstformaður í Føroysk Miðlafólk. Hann stillaði upp til Løgtingsvalið 2015 uttan av verða valdur, men frá 21. september 2015 tók hann sæti í Løgtinginum sum varalimur fyri Magna Arge, ið hevur sæti í Fólkatinginum. Bárður Kass Nielsen. Bárður Kass Nielsen (føddur 1977) er ein føroyskur búskaparfrøðingur (civiløkonomur) og politikari (Nýtt Sjálvstýri). Bakgrund. Hann er studentur frá Studentaskúlanum og HF- skeiðnum í Eysturoynni frá 1996 og er útbúgvin cand.merc. frá Handilsháskúlanum í Århus 2001-06. Síðan hann varð liðugur við kandidatútbúgvingina hevur hann mest arbeitt sum fíggjarráðgevi í Bank Nordik. Hann varð valdur inn í Runavíkar býráð í 2012 og er nevndarlimur í "Skálafjarðarsamstarvinum", ið er eldraøkið í økinum kring Skálafjørðin, ið eru Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur. Hann situr eisini í skúlastýrinum fyri Skála skúla sum umboð fyri Runavík kommunu. Politisk lívsleið. Í 2015 stillaði hann upp til løgtingsvalið uttan at verða valdur, men stutta tíð eftir valið, tók hann sæti í Løgtinginum sum varalimur fyri formannin í Nýggjum Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, ið ikki fekk loyvi frá Klaksvíkar býráð at taka sæti í tingi og samstundis halda fram sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, hann mátti velja og valdi at halda fram sum borgarstjóri. Bárður Kass Nielsen fekk 69 persónligar atkvøður, ið er tað lægsta atkvøðutal ið nakar løgtingslimur frá valinum 2015 hevur fingið. Tá ið nevndirnar vórðu býttar, varð Bárður Kass Nielsen valdur til formann í Landsstýrismálanevndini. EM í svimjing 2014. EM í svimjing og vatnítrótti 2014 varð hildið frá 13. til 24. august 2014 í Berlin, Týsklandi. Tað var tann 31. útgávan av meistaraskapinum, og fór fram í Velodrom. Føroyar vunnu tvey silvurheiðursmerki, tá ið Pál Joensen vann silvur í 800 m frí og 1500 metrum frí. Yvirlit yvir heiðursmerki. "Hetta yvirlitið er viðvíkjandi øllum fýra ítróttagreinunum:" Úrslit. 42 kappingar: 20 fyri hvørt kyn og harafturat tvær kappingar fyri bæði kynini. Tvey gull ein eitt bronsuheiðursmerki vórðu deild. Liðkappingar fyri bæði kyn. Blandaðar liðkappingar eru kappingar fyri bæði menn og kvinnur ið svimja um kapp í somu liðkappingum, helvt um helvt av hvørjum kyni. HM í hondbólti 2015 (kvinnur). HM í hondbólti fyri kvinnur 2015, var tann 22. kappingin í røðini, hon varð fyriskipað av International Handball Federation, og varð hildin í Danmark. Avgerðin at velja Danmark sum vertstjóð varð kunngjørd hin 27. januar 2011. Í finaluni vann Noreg 31–23 móti Niðurlondum, og Noreg vann harvið sítt triðja HM meistaraheiti. Rumenia vann bronsu, eftir at tær taptu móti Póllandi 31–22. Endaliga støðan. Plássini 9–16 vóru avgjørd sambært úrslitni frá undanumførunum móti liðum, ið komu víðari til umfarið við 16 liðum. OPEC. OPEC (Organization of the Petroleum Exporting Countries) er ein felagsskapur ið hevur 12 limalond, ið hava tað til felags, at búskapur teirra ávirkast nógv av oljuútflutningi. Høvuðsendamálið hjá OPEC er at syrgja fyri støðugum og sámuligum oljuprísum. OPEC-londini eiga sambært almennum tølum, yvir 75% av heimsins oljugoymslum og stendur fyri 40% av oljuútboðnum. Molière. Jean-Baptiste Poquelin, kendur við sínum listanavni Molière (;; 1622–1673), var ein franskur leikrithøvundur og sjónleikari, ið verður mettur at vera ein av teimum størstu leikrithøvundunum í vesturlendskum bókmentum. Millum kendastu verk hansara eru "The Misanthrope", "The School for Wives", "Tartuffe", "The Miser", "The Imaginary Invalid", og "The Bourgeois Gentleman". Naguib Mahfouz. Naguib Mahfouz (',; 11. desember 1911 – 30. august 2006) var ein egyptiskur rithøvundur, ið vann Nobelvirðislønina í bókmentum í 1988. Hann verður mettur at vera ein av teimum fyrstu samtíðarrithøvundunum í arabiskum bókmentum, saman við Tawfiq el-Hakim, ið hevur skrivað um eksistensialismuna. Hann gav út 34 skaldsøgur, meira enn 350 stuttsøgur, ein hóp av filmsritum, og fimm sjónleikir í 70 ára longu yrkisleiðini. Fleiri av verkum hansara eru gjørd til egyptiskar og útlendskir filmar. Nikolaos Kapnas. Nikolaos Kapnas (føddur 1962 í Tasjkent, Usbekistan, deyður 22. desember 2015 í Føroyum) var ein tónleikari, ið leikti á violin og bratsj, hann var limur í Føroya Symfoniorkestri. Hann vaks upp í Usbekistan og vann har fleiri tónleikakappingar. 14-15 ára gamal flutti hann við familjuni til Thessaloniki í Grikkalandi, hagani pápi hansara var ættaður. Har tók hann solistdiplom við konservatoriið í Thessaloniki í 1982, har hann hevði Kosmas Galileas, professara, sum høvuðslærara. Síðan flutti hann til Belgia, har hann fór undir framhaldslestur hjá Clemens Quatacker, væl stuðlaður av Fonds Alex de Vries. Hann hevur starvast í 16 ár sum solobratsjleikari í belgiska útvarpsorkestrinum BRTN, umframt konsertvirksemi sum kamartónleikari og einleikari. Nikos Kapnas flutti til Føroya fyrstu ferð í 1994-95, har hann og familjan búði í Føroyum eitt royndarár. Í 1998 flutti hann saman við konu síni Hedwig Westerlund-Kapnas og trimum børnum teirra: Matthias, Theodor og Saga til Føroya at búgva og búði hann her til hann andaðist av sjúku í desember 2015. Familjan búsettist á Velbastað. Hedvig var finsk og tosaði svenskt við børnini, ið skiltu fýra mál, áðrenn tey fluttu til Føroya og tá lærdu føroyskt og danskt afturat. Nikos gjørdist ein av grundstuðlunum í Føroya Symfoniorkestri. Sonur hansara, Matthias Kapnas, gjørdist tann fyrsti ið vann Stella Polaris tónleikakappingina í Norðurlandahúsinum, tá hann vann í 2014. Hin sonurin, Theodor Kapnas, er ein av limunum í tungmálmtónleikabólkinum Hamferð. HM í hondbólti (kvinnur). HM í hondbólti fyri kvinnur hevur verið fyriskipað av International Handball Federation síðan 1957. Svimjing á Oyggjaleikum. Svimjing er ein av kappingunum á Oyggjaleikunum. Svimjing á Oyggjaleikum byrjaði í 1985 og hevur verið ein av ítróttagreinunum á leikunum líka síðan. Kappingarnar fara fram á stuttgeil. Turid Birkeland. Turid Birkeland (fødd 5. november 1962 í Haugesund, deyð 24. desember 2015 í Oslo) var ein norskur mentanararbeiðari, fakfelagskvinna og politikari, ið umboðaði Arbeiðaraflokkin. Hun var mentamálaráðharri í stjórnini hjá Thorbjørn Jagland frá 25. oktober 1996 til 17. oktober 1997. Hon var eisini rithøvundur, mentanarstjóri og programmeleiðari í NRK, og leiðari fyri Risør kammermusikkfest. Frá 2008 var Birkeland seniorráðgevi í Telenor. 16. apríl 2012 tók Birkeland við sum stjóri fyri Rikskonsertene, eitt seks ára áramálsett starv, hon tók við eftir Åse Kleveland. Sjúka og deyði. Turid Birkeland fekk diagnosuna myelofibrosa í 2010, tað er krabbamein í beinmerkinum. Hon doyði eftir øllum at døma av bruna, ið kom sum fylgisjúka orsakað av krabbameinssjúkuni. Í eini samrøðu við VG Helg í 2012 greiddi hon frá, at hon hevði verið ígjøgnum eina pínufulla viðgerð við stamsellum frá ókendum gevara. Sonur hennara var 10 ára gamal, tá ið Turid andaðist. Karin Söder. "Karin" Ann-Marie Söder, fødd "Bergenfur" 30. november 1928 í Kil, Svøríki, deyð 19. desember 2015 í Täby, var ein svenskur politikari úr Centerpartiet. Hon var ríkisdagskvinna 1971–1991, uttanríkisráðharri 1976–1978, almannamálaráðharri 1979–1982 og forkvinna í Centerpartiet 1985–1987 (vald 1986). Hon var fyrsta kvinnan í Svøríki, ið varð vald til forkvinnu fyri ein av teimum stóru flokkunum. Hon var eisini ein av fyrstu kvinnunum í heiminum, ið gjørdist uttanríkisráðharri. Centerpartiet (Svøríki). Centerpartiet (C), er ein sosialliberalur og grønur politiskur flokkur í Svøríki. Floksleiðari er síðan 2011 Annie Lööf. Centerpartiet fekk sítt núverandi navn í 1957 ið kom ístaðin fyri tað gamla navnið "Bondeförbundet" ið varð nýtt frá stovnanini í 1913. Í 1970-árunum var Centerpartiet tann størsti borgarligi flokkurin. Í 1950-árunum var flokkurin partur av sosialdemokratiskum samgongu-stjórnum, og frá 1995-1998 var flokkurin stuðulsflokkur hjá einari sosialdemokratiskari stjórn. Síðan 2004 er flokkurin saman við Moderaterna, Kristdemokraterna og Liberalerna í tí borgarligu Alliansuni ið eftir valið 2006 stýrdi Svøríki 2006-2014 (sí Stjórnin hjá Reinfeldt). Socialdemokraterna. Sveriges socialdemokratiska arbetareparti (SAP), í Svøríki vanliga nevndur "Socialdemokraterna" ("S"), føroyskt: Sosialdemokratarnir, er ein sosialdemokratiskur politiskur flokkur í Svøríki. Floksleiðari síðan 27. januar 2012 er Stefan Löfven. Socialdemokraterna hevur sín uppruna í tí sosalistisku arbeiðararørsluni. Flokkurin hevði stjórnarvaldið út í eitt frá 1932 til 1976. Flokkurin situr eftir valið í 2014 í einari samgongustjórn við Miljöpartiet, eftir at hava verið í andstøðu síðan valið 2006. Stjórnarstøða. Frá 1932 var Socialdemokraterna stjórnarflokkur so gott sum út í eitt fram til 1976. Tað einasta undantakið var Bondeförbundet Stjórnin hjá Pehrsson-Bramstorp, ið stjórnaði Svøríki frá juni til september 1936. Lunnarp. Lunnarp er ein bygd í Tomelilla kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 339 í 2010. Smedstorp. Smedstorp er ein bygd í Tomelilla kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 363 í 2010. Brösarp. Brösarp er ein bygd í Tomelilla kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 680 í 2010. Onslunda. Onslunda er ein bygd í Tomelilla kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 490 í 2010. Arrie. Arrie er ein bygd í Vellinge kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 199 í 2010. Ríkisdagsvalið í Svøríki 2014. Ríkisdagsvalið í Svøríki 2014 fór fram sunnudagin 14. september 2014, tá ið limir til Svøríkis Ríkisdag vórðu valdir fyri valskeiðið 2014–2018. Sankt Olof. Sankt Olof er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 624 í 2010. Rydsgård. Rydsgård er ein bygd í Skurups kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 1361 í 2010. Abbekås. Abbekås er ein bygd í Skurups kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 729 í 2010. Vik (Simrishamns kommuna). Vik er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 319 í 2010. Ravlunda. Ravlunda er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 103 í 2010. Skateholm. Skateholm er ein bygd í Trelleborgs kommunu í Svøríki. Det Danske Akademis Store Pris. Det Danske Akademis Store Pris, ið varð stovnaður í 1961, er ein stórur heiður og tann størsta peningaupphæddin, ið ein danskur rithvundur kann fáa í stuðli í einum. Prísurin verður handaður av Det danske Akademi. Fram til 1982 varð virðislønin handað einaferð um árið, og var tá 50.000 krónur, síðan er upphæddin hækkað fleiri ferðir og verður latin annað hvørt ár, líka ár. Síðan ár 2000 hevur virðislønin verið á 300.000 kr. Oxie. Oxie er ein bygd í Malmö kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 11 493 í 2010. Kommunur í Svøríki. Hetta er listi yvir kommunur í Svøríki. Tað eri 290 kommunur í Svøríki og høvuðskommunan sýslans eri í grønt. Natalie Cole. Natalie Maria Cole (fødd 6. februar 1950, deyð 31. desember 2015) var ein amerikonk songkvina, sangskrivari og sjónleikari. Natalie gjørdist kend sum R&B sangari mitt í 1970-árunum við hittum sum "This Will Be", "Inseparable", og "Our Love". Eftir hetta minkaði sølan og framførslurnar orskað av trupulleikum við rúsevnismisnýtslu, men í 1987 fekk hon sukse sum popp-tónlistakvinna við útgávuni "Everlasting" og við hennara cover-útgávu av sanginum "Pink Cadillac" hjá Bruce Springsteen. Í 1990-árunum upptók hon standard jazz eftir pápan, Nat King Cole, "Unforgettable... with Love", ið gjørdist hennara størsta sukse og seldi yvir sjey milliónir eintøk, og hon vann fleiri Grammy Awards. Hon seldi yvir 30 milliónir tónleikaútgávur kring allan heimin. 31. desember 2015 andaðist Natalie Cole 65 ára gomul á Cedars-Sinai Medical Center í Los Angeles, Kalifornia, orsakað av hjartabreki. Barnaárini. Natalie Cole varð fødd á Cedars of Lebanon Hospital í Los Angeles. Foreldur hennara vóru sangarin Nat King Cole og Duke Ellington Orchestra songkvinnan Maria Hawkins Ellington. Hon vaks upp í múgvandi økinum av Los Angeles Hancock Park. Tá ið hon tosaði um sín barndóm, umrøddi hon familju sína sum "tann svarta Kennedy familjan" og upplivdi ein hóp av stórum sangarum frá jazz, soul og blues. Sum 6 ára gomul sang Natalie á jólaútgávuni hjá pápanum og nøkur ár seinni, sum 11-ára gomul, byrjaði hon at framføra. Cole vaks upp saman við einari eldri ættleiddari systir Carole "Cookie" (1944–2009) (ið var dóttir yngstu systrina hjá mammuni); og við ættleidda bróðurinum Nat "Kelly" Cole (1959–95), og yngri tvíburðasystrunum Timolin og Casey (føddar 1961). Daniel Jacob Danielsen. Daniel Jacob Danielsen (í Føroyum vanliga nevndur Dollin ella Dánjal, í enskum tekstum oftast nevndur Danielson, føddur 15. juni 1871 í Keypmannahavn, uppvaksin í Tórshavn, deyður 16. oktober 1916 í Tórshavn) var ein føroyskur trúboðari, prædikumaður og humaniterur undangongumaður. Hann var tann fyrsti føroyingurin, ið starvaðist uttanlands sum trúboðari og var við til at broyta søguna í Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo. Hann arbeiddi tætt saman við íranum Roger Casement í arbeiðinum við at skjalfesta valdsgerðir, ið vórðu framdar av fyrisitingarfólkum og hermonnum hjá tí belgiska konginum móti teimum innføddu kongolesarunum, og var við til at stovna Congo Reform Association í Stóra Bretlandi í 1904. Føðing og uppvøkstur. Dánjal Jacob Danielsen varð føddur í Keypmannahavn í 1871 av einari ungari ógiftari føroyskari kvinnu, Sigrid Danielsen, ið flutti til Keypmannahavnar sum ung genta. Hon var fastir Victor Danielsen. Tann lítli drongurin varð navngivin Ludvig Daniel Jacob Danielsen, tað fyrsta fornavnið, Ludvig, verður sagt at vera eftir faðir hansara. Dollin kendi aldri pápa sín og brúkti heldur ikki Ludvig-navnið. Í Føroyum varð hann nevndur "Dollin". Stutta tíð eftir føðingina fluttu mamma og sonur aftur til Føroya, til Havnar, har mamman giftist í 1874. Trúboðaravirksemi og mannarættindaverji. Dollin fór til sjós sum 18 ára gamal og búsettist í Skotlandi, har hann lærdi til maskinmeistara og skipsførara. Hann kom frá einari trúgvandi familju í Føroyum, men var ikki trúgvandi sjálvur sum ungur. Men 27 ára gamal varð hann umvendur av Brøðrasamkomuni á einum vekingarmøti í Glasgow. Hann fór til Kongo sum trúboðari fyri "Congo Balolo Mission", við støð í Bonginda. Hann var trúboðari í privata hjálandinum hjá tí belgiska konginum Leopold 2., Frístatinum Kongo 1901–03. Hann hevði høvuðsábyrgdina fyri rakstrinum av hjóldamparanum hjá missiónini, ið nevndist "Pioneer" og sigldi til og frá missiónini eftir Kongoánni. Í 1903 var hann skipsførari og hjálparmaður og myndamaður hjá Casement, meðan hesin gjørdi kanningarferðir fyri bretsku stjórnina fram við Kongoánni. Eftir heimkomuna til Ongland í 1904 helt Dollin eina røð av ljósmyndafyrilestrum um viðurskiftini í Kongo, har hann vísti ljósmyndir av ræðuleikunum, ið fóru fram har móti teimum lokalu fólkunum. Í enskum tekstum verður Dollin nevndur Danielson, ikki Danielsen. Í 1904 flutti Dollin saman við konu síni Linu aftur til Føroya. Her virkaði hann sum prædikumaður fyri Brøðrasamkomuna í Føroyum. Hann andaðist í 1916 og varð grivin í Gamla Kirkjugarði á Svínaryggi í Havn. Á gravsteini hansara stendur: Virkaði í Congo 1901–1903 / Ein óræddur hermaður Harrans. Í 2014 varð hann eitt av motivunum á einum av føroysku frímerkjunum, og fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelagi og politikari Óli Jacobsen hevur givið út tvær bøkur um lívið hjá Dollanum og um hansara lut í Kongo. Lorenzo Piretto. Lorenzo Piretto (føddur 15. desember 1942) er ein italskur erkibiskupur í tí katólsku kirkjuni í sóknini Izmir. Hann hevur verið erkibiskupur har síðan 7. november 2015. Undanmaður hansara var Ruggero Franceschini. Hann varð føddur í Tonengo di Mazzé í 1942. Hann varð vígdur sum dominikanskur prestur í 1966 og helt fram við theologiska lesnaðinum í Bologna, har hann fekk prógv í 1967 og í Torino, har hann gjørdist doktari í 1972. Frá 1983 til 2005 undirvísti hann í italskum máli á Marmara Universitetinum (Turkaland). Hin 7. november 2015 útnevndi Frans pávi hann sum nýggjan erkbiskupur av Izmir. Boghos Lévon Zékiyan vígdi hann hin 19. desember 2015. Nimr al-Nimr. Nimr Baqir al-Nimr ("Nimr Bāqr an-Nimr"; 1959 – 2. januar 2016; eisini romaniserað: "Bakir al-Nimr", "al-Nemr", "al-Namr", "al-Nimer", "al-Nemer", "al-Namer"), vanliga nevndur Sjeik Nimr, var ein Shia Sjeikur í al-Awamiyah í Eystara Landsluti í Saudiarabia hvørs handtøka og seinni avrætting skapti diplomatiskar spenningar millum Shia og Sunni stjórnir. Hann var væl umtóktur millum tey ungu og kritiskur móti stjórnini í Saudiarabia, og ynskti frí politisk val í landinum. Hann varð handtikin av savdiskum myndugleikum í 2006, um tað tíðina tá hann segði, at hann varð blivin sligin av Mabahith (loyniløgreglan í Saudiarabia). Í 2009 fanst hann at savdiskum myndugleikum og skjeyt upp, at um rættindini hjá Saudi-Shia fólkum ikki vórðu vird, so skuldi Eystari Landslutur taka loysing. Savdiskir myndugleikar svaraðu aftur við at handtaka al-Nimr og 35 onnur. Hin 8. juli 2012 skjeyt savdiska løgreglan al-Nimr í beinið og handtók hann í tí, sum løgreglan kallaði ein "útvekslan av skotríðum." Savdiska løgreglan skjeyt inn í eina mongd av fólkum, ið mótmæltu handtøkuna av al-Nimr og drupu tveir menn, Akbar al-Shakhouri og Mohamed al-Felfel. Al-Nimr byrjaði eitt hungursverkfall og sagt varð, at hann varð píndur. Asharq Center for Human Rights stúrdu fyri heilsuni hjá al-Nimr undir hansara hungursverkfalli hin 21. august, og bóðu um altjóða stuðul til tess at loyva atgongd til familju, advokatar og mannarættindastuðulsfólk. Hin 15. oktober 2014 varð al-Nimr dømdur til deyða av Ser Revsirættinum í Saudiarabia orsakað av at hann skuldi hava eggja til frammanda uppíblanding í Saudiarabia, fyri "ikki at akta teimum ráðandi og fyri at fara í hernað móti trygdarløgregluni". Bróðir hansara, Mohammad al-Nimr, varð handtikin sama dag fyri at senda boð á Twitter um deyðadómin. Al-Nimr varð avrættaður hin 2. januar 2016 ella beint áðrenn 2. januar, saman við 46 øðrum. Avrættanin av honum elvdi til at Iran og Shiitar í øllum Miðeystri umframt vesturlendingar fordømdu gerðina. Savdiska stjórnin segði, at líkið ikki fór at verða útflýggjaður til familjuna. Kankaanpää. Kankaanpää er ein býur og ein kommuna í Finnlandi. Fólkatalið var 11 831 í 2015. Arkimedes. Arkimedes (grikskt Ἀρχιμήδης) føddur 287 f.Kr. í Syrakus á Sisilia, deyður 212 f.Kr., var ein støddfrøðingur, alisfrøðingur og uppfinnari í forna Grikkalandi. Sjálvt um bert fáar av skriftum hansara eru varveittar og lítil vitan er um lív hansara, so verður hann mettur sum ein av týdningarmiklastu vísindafólkum í klassisku fornøldini. Umframt at hann hevur gjørt týðandi uppdagingar innan støddfrøði og geometri, hevur hann fingið æruna av at hava gjørt tól og innrætningar, ið vóru langt frammanfyri sína tíð. 465 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. Árstal: 470 f.Kr. 469 f.Kr. 468 f.Kr. 467 f.Kr. 466 f.Kr. - 465 f.Kr. - 464 f.Kr. 463 f.Kr. 462 f.Kr. 461 f.Kr. 460 f.Kr. 466 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. Árstal: 471 f.Kr. 470 f.Kr. 469 f.Kr. 468 f.Kr. 467 f.Kr. - 466 f.Kr. - 465 f.Kr. 464 f.Kr. 463 f.Kr. 462 f.Kr. 461 f.Kr. 467 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. Árstal: 472 f.Kr. 471 f.Kr. 470 f.Kr. 469 f.Kr. 468 f.Kr. - 467 f.Kr. - 466 f.Kr. 465 f.Kr. 464 f.Kr. 463 f.Kr. 462 f.Kr. 468 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. Árstal: 473 f.Kr. 472 f.Kr. 471 f.Kr. 470 f.Kr. 469 f.Kr. - 468 f.Kr. - 467 f.Kr. 466 f.Kr. 465 f.Kr. 464 f.Kr. 463 f.Kr. 469 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. - 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. 410-árini f.Kr. Árstal: 474 f.Kr. 473 f.Kr. 472 f.Kr. 471 f.Kr. 470 f.Kr. - 469 f.Kr. - 468 f.Kr. 467 f.Kr. 466 f.Kr. 465 f.Kr. 464 f.Kr. 470 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. Árstal: 475 f.Kr. 474 f.Kr. 473 f.Kr. 472 f.Kr. 471 f.Kr. - 470 f.Kr. - 469 f.Kr. 468 f.Kr. 467 f.Kr. 466 f.Kr. 465 f.Kr. 471 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. Árstal: 476 f.Kr. 475 f.Kr. 474 f.Kr. 473 f.Kr. 472 f.Kr. - 471 f.Kr. - 470 f.Kr. 469 f.Kr. 468 f.Kr. 467 f.Kr. 466 f.Kr. 472 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. Árstal: 477 f.Kr. 476 f.Kr. 475 f.Kr. 474 f.Kr. 473 f.Kr. - 472 f.Kr. - 471 f.Kr. 470 f.Kr. 469 f.Kr. 468 f.Kr. 467 f.Kr. 473 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. Árstal: 478 f.Kr. 477 f.Kr. 476 f.Kr. 475 f.Kr. 474 f.Kr. - 473 f.Kr. - 472 f.Kr. 471 f.Kr. 470 f.Kr. 469 f.Kr. 468 f.Kr. 474 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. Árstal: 479 f.Kr. 478 f.Kr. 477 f.Kr. 476 f.Kr. 475 f.Kr. - 474 f.Kr. - 473 f.Kr. 472 f.Kr. 471 f.Kr. 470 f.Kr. 469 f.Kr. 475 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. Árstal: 480 f.Kr. 479 f.Kr. 478 f.Kr. 477 f.Kr. 476 f.Kr. - 475 f.Kr. - 474 f.Kr. 473 f.Kr. 472 f.Kr. 471 f.Kr. 470 f.Kr. 476 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. Árstal: 481 f.Kr. 480 f.Kr. 479 f.Kr. 478 f.Kr. 477 f.Kr. - 476 f.Kr. - 475 f.Kr. 474 f.Kr. 473 f.Kr. 472 f.Kr. 471 f.Kr. 477 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. Árstal: 482 f.Kr. 481 f.Kr. 480 f.Kr. 479 f.Kr. 478 f.Kr. - 477 f.Kr. - 476 f.Kr. 475 f.Kr. 474 f.Kr. 473 f.Kr. 472 f.Kr. 478 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. Árstal: 483 f.Kr. 482 f.Kr. 481 f.Kr. 480 f.Kr. 479 f.Kr. - 478 f.Kr. - 477 f.Kr. 476 f.Kr. 475 f.Kr. 474 f.Kr. 473 f.Kr. 479 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. - 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. 420-árini f.Kr. Árstal: 484 f.Kr. 483 f.Kr. 482 f.Kr. 481 f.Kr. 480 f.Kr. - 479 f.Kr. - 478 f.Kr. 477 f.Kr. 476 f.Kr. 475 f.Kr. 474 f.Kr. 480 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. Árstal: 485 f.Kr. 484 f.Kr. 483 f.Kr. 482 f.Kr. 481 f.Kr. - 480 f.Kr. - 479 f.Kr. 478 f.Kr. 477 f.Kr. 476 f.Kr. 475 f.Kr. 481 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. Árstal: 486 f.Kr. 485 f.Kr. 484 f.Kr. 483 f.Kr. 482 f.Kr. - 481 f.Kr. - 480 f.Kr. 479 f.Kr. 478 f.Kr. 477 f.Kr. 476 f.Kr. 482 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. Árstal: 487 f.Kr. 486 f.Kr. 485 f.Kr. 484 f.Kr. 483 f.Kr. - 482 f.Kr. - 481 f.Kr. 480 f.Kr. 479 f.Kr. 478 f.Kr. 477 f.Kr. 483 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. Árstal: 488 f.Kr. 487 f.Kr. 486 f.Kr. 485 f.Kr. 484 f.Kr. - 483 f.Kr. - 482 f.Kr. 481 f.Kr. 480 f.Kr. 479 f.Kr. 478 f.Kr. 484 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. Árstal: 489 f.Kr. 488 f.Kr. 487 f.Kr. 486 f.Kr. 485 f.Kr. - 484 f.Kr. - 483 f.Kr. 482 f.Kr. 481 f.Kr. 480 f.Kr. 479 f.Kr. 485 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. Árstal: 490 f.Kr. 489 f.Kr. 488 f.Kr. 487 f.Kr. 486 f.Kr. - 485 f.Kr. - 484 f.Kr. 483 f.Kr. 482 f.Kr. 481 f.Kr. 480 f.Kr. 486 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. Árstal: 491 f.Kr. 490 f.Kr. 489 f.Kr. 488 f.Kr. 487 f.Kr. - 486 f.Kr. - 485 f.Kr. 484 f.Kr. 483 f.Kr. 482 f.Kr. 481 f.Kr. 487 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. Árstal: 492 f.Kr. 491 f.Kr. 490 f.Kr. 489 f.Kr. 488 f.Kr. - 487 f.Kr. - 486 f.Kr. 485 f.Kr. 484 f.Kr. 483 f.Kr. 482 f.Kr. 488 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. Árstal: 493 f.Kr. 492 f.Kr. 491 f.Kr. 490 f.Kr. 489 f.Kr. - 488 f.Kr. - 487 f.Kr. 486 f.Kr. 485 f.Kr. 484 f.Kr. 483 f.Kr. 489 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. - 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. 430-árini f.Kr. Árstal: 494 f.Kr. 493 f.Kr. 492 f.Kr. 491 f.Kr. 490 f.Kr. - 489 f.Kr. - 488 f.Kr. 487 f.Kr. 486 f.Kr. 485 f.Kr. 484 f.Kr. 490 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. Árstal: 495 f.Kr. 494 f.Kr. 493 f.Kr. 492 f.Kr. 491 f.Kr. - 490 f.Kr. - 489 f.Kr. 488 f.Kr. 487 f.Kr. 486 f.Kr. 485 f.Kr. 500-árini f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. - 6. øld f.Kr. - 5. øld f.Kr. Áratíggju: 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. - 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. Ár: 509 f.Kr. 508 f.Kr. 507 f.Kr. 506 f.Kr. 505 f.Kr. 504 f.Kr. 503 f.Kr. 502 f.Kr. 501 f.Kr. 500 f.Kr. 491 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. Árstal: 496 f.Kr. 495 f.Kr. 494 f.Kr. 493 f.Kr. 492 f.Kr. - 491 f.Kr. - 490 f.Kr. 489 f.Kr. 488 f.Kr. 487 f.Kr. 486 f.Kr. 492 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. Árstal: 497 f.Kr. 496 f.Kr. 495 f.Kr. 494 f.Kr. 493 f.Kr. - 492 f.Kr. - 491 f.Kr. 490 f.Kr. 489 f.Kr. 488 f.Kr. 487 f.Kr. 493 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. Árstal: 498 f.Kr. 497 f.Kr. 496 f.Kr. 495 f.Kr. 494 f.Kr. - 493 f.Kr. - 492 f.Kr. 491 f.Kr. 490 f.Kr. 489 f.Kr. 488 f.Kr. 494 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. Árstal: 499 f.Kr. 498 f.Kr. 497 f.Kr. 496 f.Kr. 495 f.Kr. - 494 f.Kr. - 493 f.Kr. 492 f.Kr. 491 f.Kr. 490 f.Kr. 489 f.Kr. 495 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. Árstal: 500 f.Kr. 499 f.Kr. 498 f.Kr. 497 f.Kr. 496 f.Kr. - 495 f.Kr. - 494 f.Kr. 493 f.Kr. 492 f.Kr. 491 f.Kr. 490 f.Kr. 496 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. Árstal: 501 f.Kr. 500 f.Kr. 499 f.Kr. 498 f.Kr. 497 f.Kr. - 496 f.Kr. - 495 f.Kr. 494 f.Kr. 493 f.Kr. 492 f.Kr. 491 f.Kr. 497 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. Árstal: 502 f.Kr. 501 f.Kr. 500 f.Kr. 499 f.Kr. 498 f.Kr. - 497 f.Kr. - 496 f.Kr. 495 f.Kr. 494 f.Kr. 493 f.Kr. 492 f.Kr. 498 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. Árstal: 503 f.Kr. 502 f.Kr. 501 f.Kr. 500 f.Kr. 499 f.Kr. - 498 f.Kr. - 497 f.Kr. 496 f.Kr. 495 f.Kr. 494 f.Kr. 493 f.Kr. 499 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. - 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. 440-árini f.Kr. Árstal: 504 f.Kr. 503 f.Kr. 502 f.Kr. 501 f.Kr. 500 f.Kr. - 499 f.Kr. - 498 f.Kr. 497 f.Kr. 496 f.Kr. 495 f.Kr. 494 f.Kr. Nairobi. Nairobi (;) er høvuðsstaðurin og størsti býur í Kenja. Býurin er m.a. kendur fyri Nairobi National Park, ið er eitt fríðøkið fyri vill djór, mitt inni í býnum. Býurin og økið kring býin eru Región Nairobi (Nairobi County, hvørs guvernørur er Evans Kidero. Býurin hevur gott 3 milliónir íbúgvar og liggur 1700 metrar yvir havinum. Býurin varð stovnaður í 1899 í sambandi við byggingina av jarnbreytini millum strandabýin Mombasa og landið Uganda. Í 1907 gjørdist Nairobi høvuðsstaður í Bretska Eysturafrika, og í 1963, tá ið Kenja gjørdist sjálvstøðug tjóð, gjørdist býurin høvuðsstaður í Kenja. Landafrøði og veðurlag. Fyrisitingarliga økið á býnum fevnir um nærum 700 km². Býurin liggur umleið 1 700 metrar yvir havinum. Nairobi liggur millum býirnir Kampala og Mombasa. Hann liggur nærindis tí Eysturafrikanska Rivudalinum (Great Rift Valley) og minni jarðskjálvtar henda av og á. Ngong Hills liggur móti vestri, Mount Kenya móti norði og Kilimanjaro í ein landssynning. Nairobiáin og hjááir renna gjøgnum landslutin. Parkir í býun eru m.a. Uhuruparkin, Central Park og Nairobi Arboretum. Hæddarmunurin á umleið 1 700 metrar yvir havinum gevur Nairobi eitt lýtt veðurlag. Kvøldini kunnu gerast kølig, men aldri køld. Tríveldavinasamgongan og tríveldasamgongan. Ungi keisarin, Wilhelm tann 2., kom til valdi í Týsklandi í 1890 tá Bismarck fór frá. Vilhem tann 2. legði ein uttanríkispolitik fram, har hann valdi at stegða samarbeiði við Russland. Afturat tí, kemur hann við einum “Weltpolitikki”, ið førdi til at Týsklandi byrjaði at leggja umráðir undir seg, og afturat tí, víðkað um flotan. Í 1882 gjørdist Týskland, Eysturríki-Ungarn og Italien samd um, at samstarvast um eina trýveldasamgongu. Ein av orsøkunum var at Týskland lovaði at stuðla Eysturtíki-Ungarn yvir fyri Russland. Eftir at samarbeiði millum Týskland og Russland steðgaði, valdi Russland at byrja eitt samstarv við Frakland í 1894. Tá Týsklandi byrjaði at víðkað um flotan og harafturat leggja umráðir úti í heim undir seg – júst sum hini evropæisku stórveldini –, gjørdist onglendingarnir skelkaðir. í hesum sambandi fór Ongland saman við Russland og Frakland í 1907, og ein trívelddavinasamgonga varð grundað. Tríveldis vinasamgongan. Tríveldis vinasamgongan var ein sameining ímillum Stóra Bretland, Frakland og Russland, ið var sprottin burturúr "the Anglo-French alliance", ið stig fyri stig hevði ment seg, og at enda kom formiliga í rættlag í 1894, og úr "Anglo-French Entente" Cordial frá 1904. Vinasamgongan kom at enda til lívs eftir "Anglo-Russian vinasamgonguni" frá 1907 Tríveldisvinasamgongan var eitt aftursvar til tríveldis samgonguna ímillum Týskland, Eysturríki-Ungarn og Italia. Søgufrøðingar kjakast enn tann dag í dag um hvønn leiklut samgongurnar spældu í kveikjanini av fyrra heimsbardaga. I 1890 gjørdist Vilhelm keisari, og ynskti at føra ein drarvan uttanríkispolitikk. Hann uppgav allan politikkin saman við Russlandi, ið førdi við sær at Russland kom saman við Frankaríki. Hann førdi ein ’Wektpolitik’, i d gjørdi at Týskland byrjaði at kasta seg út í kolonikappingina, og eisini byrjaði hann at byggja ein stóran flota. Frankaríki leið enn frá krígnum við prusslendingar í 1870-71, og vildu ógvuliga gjarna fáa Alsace og Lorraine aftur frá einum nú einøktum Týsklandi. Stóra Bretland vildi varðveita sína støðu sum tann sterkasta herflotin í heiminum. Russland var enn eitt stórt heimsveldi, men føldi eisini stóra skomm eftir tapinum á Japan, ið var ein lutfalsliga lítið vald. Tríveldasamgongan - Triplealliancan. Tríveldasamgongan í 1913, víst við reyðum. Tríveldasamgongan kemur frá verjusamgonguni millum Týskland og Eysturríki-Ungarn frá 1879, har hesi bæði londini høvdu sett seg saman fyri at standa ímóti álopum frá millum annað Russland og Frakland. Síðani gjørdust Týskland, Eyturríki-Ungarn og Italia samd og settu seg saman í eini Tríveldasamgongu í 1882. Tey skrivaðu undir eitt skjal, har tey lovaðu, at tey skuldu geva hvørjum øðrum hernaðar stuðul í fall skuldi kríggj brostið á. Tað, sum viðgekk í hesi samgongu var, at Týskland gjørdi av at stuðla Eysturríki-Ungarn framum Russland. Eysturríki-Ungarn og Russland vóru mótstøðumenn í “Europas urolige hjørne” på Balkan. Tvær samgongur ímóti hvørjum øðrum er ikki nóg nógv til at byrja eitt kríggj, av tí at man áðrenn hevði loyst tílíkar ósemjur, men í 1914 bleiv heimurin kastaður út í tað kríggið, ið higartil hevur verið verst. Stuttgart. Stuttgart (;, Swabiskt: "Schduagert",) er høvuðsstaður og størsti býur í Baden-Württemberg í útsynnings Týsklandi. Býurin er 6. størstur í Týsklandi við einum fólkatali á 600 068 (oktober 2014) meðan stórbýarøkið í Stuttgart hevur eitt fólkatal á 5,3 milliónir (2008). Jákup Joensen. Jákup Joensen (føddur 21. september 1929 í Sumba, deyður 8. januar 2016 í Vági), vanliga nevndur Jákup í Lopra, var ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari (Sambandsflokkurin). Hann vaks upp í Sumba, foreldur hansara vóru Poul Sofus Joensen og Paula Sofie Joensen. Hann tók studentsprógv í 1950, próvtøku sum heimaskipari í 1953 og stýrimans- og skipsførarapróvtøku í 1956. Í nógv ár virkaði Jákup sum skipsførari og sum reiðari og búði í Lopra ein stóran part av lívinum og varð tí av mongum nevndur Jákup í Lopra, eftirsum hann ikki var einnevndur í Suðuroynni. Reiðaríið hjá Jákupi og øðrum átti fleiri trolarar í 1970-árunum og 1980-árunum. Skipini høvdu tað til felags, at nøvnini endaðu við "borg", t.d. Polarborg, Nýborg, Akraborg, Brimborg. Skipini vóru bygd á Sunnmøre í Noregi og í Føroyum. Fyrsti trolarin var "Akraborg", ið varð bygdur í Brattvåg í Noregi 1961. Í 1977 fóru Jákup Joensen og fleiri aðrir reiðarar í holt við at byggja eitt nýtíðar flakavirki, ið fekk navnið Polarfrost. Tað varð bygt niðri á havnalagnum í Vági, og nýggjur kajkantur varð gjørdur. Jákup Joensen gjørdist stóri á Polarfrost. Navnið Polarfrost varð áður nýtt til gamla Suðurfisk í Vági. Í 1985 keypti hann Hotel Føroyar í Tórshavn. Í kreppuárunum fyrst í 1990-árunum fóru trolararnir og flakavirkið á heysin og hotellið varð selt og Jákup misti nógvan pening. Tá ið Jákup var 75 ára gamal, setti hann á stovn eitt fiskavirki í Lopra. Nøkur ár seinni setti hann á stovn annað virksemi í sama bygningi, tað var fyritøkan Kirvi, ið framleiðir og selur kelduvatn úr Suðuroynni í stórum plasíløtum. Virkið er uppkallað eftir einum fjalli í Lopra. Í 2012 seldi Jákup virkið til nýggir eigarar, hesir hava síðan víðka um vørurnar og framleiða eisini kelduvatn í hálvlitursfløskum. Jákup Joensen varð valdur inn í Sumbiar bygdarráð, har hann sat í nøkur ár. Seinni varð hann valdur inn á Føroya Løgting fyri Suðuroynna 1994–1998. Hann var formaður í Løgtingsins samferðslunevnd og næstformaður í Løgtingsins fiskivinnunevnd og Løgtingsins vinnunevnd. Tey seinastu árini av lívi sínum búði hann á ellisheiminum Hamragarður í Vági. Listi yvir størstu býir í Týsklandi. Stórbýir eru eftir altjóða ásetingum frá 1887 allir býir ið hava í minsta lagi 100.000 íbúgvar. Stórbýir í Týsklandi. "Listin er fyri stórbýir í Týsklandi árið 2006." Fyrrverandi stórbýir í Týsklandi. "Hesin listin fevnir um býir, ið fyrr hava havt yvir 100 000 íbúgvar, men sum nú hava eitt fólkatal ið er minni enn hetta marki. invånare" David Bowie. David Bowie (; føddur David Robert Jones'"; 8. januar 1947 – 10. januar 2016) var ein enskur sangari, sangkrivari, tónleikari, plátuframleiðari, listamálari og sjónleikari. Hann var eitt kent navn innan popptónleik í meira enn fýra áratíggju og var kendur sum ein nýskapari, serliga í 1970-árunum og 1980-árunum. Hamburg. Hamburg ("Freie und Hansestadt Hamburg," lágtýskt "Hamborg" [ˈhambɔːx]) er bæði eitt týskt stakríki og næststørsti býur í Týsklandi. Fólkatalið er 1,76 milliónir, við forstøðum er tað 3 milliónir. Hamburg er ein av týdningarmiklastu býum í Týsklandi, ikki minst orsakað av havnini, ið er ein av størstu bingjuhavnum í Evropa. Búskaparliga og mentunarliga er býurin ein miðdepil fyri alt Norðurtýskland, og býurin hevur eitt av teimum hægstu BTÚ per íbúgva í ES. München. München (bayerskt: "Minga", enskt: "Munich") er høvuðsstaður og størsti býur í týska stakríkinum Bayern og liggur við ánna Isar norðan fyri tær bayersku alpurnar. München er triðstørsti býur í Týsklandi næst eftir Berlin og Hamborg. Fólkatalið í München er 1.407.836 (2013). Turið Elinborgardóttir. Turið Elinborgardottir er ein føroysk modell, ið vann vakurleikakappingina Miss Earth Denmark 2015. Hon er fyrsti føroyingur, ið hevur luttikið í eini altjóða vakurleikakapping. Miss Earth Denmark 2015. Turið varð krýnd Miss Earth Denmark 2015 á AC Bella Sky Hotel, Keypmannahavn, Danmark hin 16. august 2015. Friedrich Schiller. Johann Christoph Friedrich von Schiller (føddur 10. november 1759 í Marbach, deyður 9. mai 1805 i Weimar) er mest kendur sum Friedrich Schiller var ein týskur rithøvundur, skald, søgufrøðingur og sjónleikaskald. Hann varð føddur í Marbach am Neckar í Württemberg sum sonur hernaðarlæknan J. C. Schiller. Foreldur hansara vóru ikki serliga rík, men tey sendu hann í latínskúla og seinni á Karlsschule (universitetið), har hann læs jura og seinni læknavísund. Í 1780 gjørdist hann hernaðarlækni í Stuttgart. Í sambandi við framførsluna av "Die Räuber" í Mannheim 1781 varð hann handtikin og fekk forboð fyri at skriva. Hann flýddi via Leipzig og Dresden til Weimar í 1787. Í 1789 gjørdist hann professari í søgu og heimspeki í Jena, har hann útgav søgulig verk. Í 1790 giftist hann Charlotte von Lengenfeld, og í 1799 flutti hann aftur til Weimar, har Goethe yvirtalaði hann til at halda fram við at skriva sjónleikir. Hann og Goethe stovnaðu Weimar Theater, ið gjørdst eitt leiðandi sjónleikarhús í Týsklandi. Hann fekk aðalsheiti í 1802. Í 1805 doyði hann í Weimar orsakað av tuberklum. Universitetið í Jena hevur síðan 1934 verið uppkallað eftir Schiller. Kristel Lisberg. Kristel Lisberg (fødd í 1989 í Tórshavn, vaks upp á Tvøroyri) er ein føroysk songkvinna og optometrist/optikari. Seinastu árini hevur hon búð í Danmark, har hon gjørdist eitt kent navn, tá ið hon luttók í donsku X Factor-sangtalentkappingini í 2012. Í 2014 útgav hon staklagið "Without You", og í 2015 útgav hon staklagið "September". Hon fer at luttaka í Dansk Melodi Grand Prix 2016, ið er danska kappingin, har ið umboð Danmarkar skal finnast til Eurovision Song Contest. Kristel luttekur við sanginum "Who Needs a Heart?". Í januar 2016, tá ið tað gjørdist alment, at Kristel skuldi syngja við í Dansk Melodi Grand Prix, tosaði Kringvarp Føroya við hana, og tá segði hon, at hon læs til optikara og at hon skuldi lata inn BA-verkætlanina tvær vikur seinni. 27. januar 2016 varð hon liðug við útbúgvingina. Kristel er dóttir sangaran og tónleikaran av Tvøroyri, Jens Lisberg, og hevur sungið og framført saman við honum í fleiri ár frá hon var 12-ára gomul. Sum vaksin syngur Kristel tó meir popptónleik, meðan pápin syngur country-tónleik. Loysingarflokkurin. Loysingarflokkurin var ein politiskur flokkur, ið stillaði upp til løgtingsval í 1932 og 1940, og fekk ávikavist 0,2 og 1,6 prosent av atkvøðunum. Flokkurin vann onki umboð á tingi. Millum valevnini var fakfelagsleiðarin Andrea Árting, som var valevni fyri flokkin í Suðurstreymoy í 1940. Fremste mál floksins var loysing frá Danmark. Framsóknarflokkurin. Framsóknarflokkurin var ein politiskur flokkur í Føroyum. Flokkurin varð stovnaður tá persónar við Adolf Hansen á odda - í høvuðsheitum frá hansara fyrrverandi flokki Fiskivinnuflokkinum - fóru úr Kristiliga Fólkaflokkinum í 1986. Framsóknarflokkurin stillaði fyri fyrstu og síðstu ferð upp til løgtingsval á løgtingsvalinum 1988, og fekk flokkurin ongi løgtingsumboð. Kortini varð Karolina Petersen frá Framsóknarflokkinum landsstýriskvinna í almanna- og kommunumálum í landsstýrinum hjá Atla Dam frá 1988 til 1989. Stjørnubreyt. Ein stjørnubreyt ella galaksa (úr grikskum γαλαξίας κύκλος, "galaxías kýklos" – ”mjólkaringur”, mjólkarvegurin), er ein stór samanseting av tilfari í alheiminum, sum stjørnur, gass, alheimsstøv og myrkt tilfar samanbundið gjøgnum atdráttarmegi. Tær størru stjørnubreytirnar hava umleið 1011 sólarmassar stjørnur, millum eina og tíggju milliardir sólmassir solmassor stjärnor, mellan en och tio miljarder solmassor millumstjørnu gass og 1012 sólmassar myrkt evni. Nógvar stjørnubreytir, kanska tær flestu, hava enntá supermassivar samanriknir lutir, sannlíkt við svørtum holum í kjarnuni. Några av dessa kompakta objekt uppträder som aktiva galaxkärnor. Tann stjørnubreytin, ið sólin er í er Mjólkarvegurin. Alan Rickman. Alan Sidney Patrick Rickman (21. februar 1946 – 14. januar 2016) var ein enskur sjónleikari og leikstjóri. Hann er kendur fyri at hava leikt ymsar leiklutir á palli og filmi, tá mest sum andstøðumaður ella "fíggindi". Alan las í The Royal Academy of Dramatic Art í London, og var limur í Royal Shakespeare Company, har hann framførdi í modernaðum og klassiskum leikum á palli. Fyrsti sjónvarpsleikluturin kom í 1982, men gjøgnumbrot hansara var leikluturin sum Vicomte de Valmont í pallleikinum "Les Liasons Dangereuses" 1985, har hann bleiv tilnevndur til eina Tony-virðisløn. Alan gjørdist síðani heimskendur fyri leiklutir sínar, sum alíkavist Hans Gruber í "Die Hard" og Severus Snape í Harry Potter filmsrøðini. Aðrir kendir leiklutir eru: Sheriffurin av Nottingham í "Robin Hood: Prince of Theives", har hann varð tilnevndur til eina BAFTA-virðisløn sum besti sjónleikari í eykaleikluti, Jamie í "Truly, Madly, Deeply", Colonel Brandon í "Sense and Sensebility", høvuðsleikluturin í "Rasputin: Dark Servant of Destiny", har hann vann eina Golden Globe-virðisløn, Emmy-virðisløn og eina Screen Actors Guild-virðisløn, Harry í "Love Actually", Alexander Dane í "Galaxy Quest" og Jugde Turpin í sangleikinum "Sweeney Todd: The Demon Barber of Fleet Street". Alan Rickman doyði av krabba í brisi tann 14. januar 2016. Hann gjørdist 69 ára gamal. Síðsti filmsleiklutur hansara gjørdist Absolem í "Alice Through the Looking Glass" í kemur út í mai 2016. Kolkata. Kolkata (bengalskt: কলকাতা, fyrr: Calcutta) er høvuðsstaður í tí indiska stakríkinum Vesturbengal. Býurin liggur í útnyrðingspartinum av India á eystara áarbakka av Hugliánni. Við forstøðum kemur fólkatalið upp á umleið 14 milliónir íbúgvar, ið ger býin til triðstørsta stórbýarøki í India, eftir Bombay og Delhi. Kolkata var høvuðsstaður í India undir Bretska India til 1911. Eftir at býurin tá var miðdepil fyri útbúgvingar, ídnað, vísind, mentan og politikk í India, er Kolkata í dag merkt av politiskum harðskapi, av ósemjum og búskaparligum hóttafalli síðan 1954. Síðan ár 2000 hevur búskaparlig endurnýggjan bjargað vøkstri av býnum. Eins og onnur stórbýarøki í India, so hevur Kolkata stórir trupulleikar við fátækradømi, dálking og ferðsluproppum. Flestu íbúgvar í býnum eru bengalar og tosa bengalskt. Søga. Fornfrøðiligir funnir lutir og granskan av Chandraketugarh, 35 km norðan fyri Kolkata, hava veitt prógv fyri at økið har ið býurin er bygdur, hevur verið bygt í meira enn tveytúsund ár. Skrivaða søgan hjá Kolkata byrjaði í 1690, tá ið bretska East India Company búsettist har, og styrkti sína handilsligu støðu í Bengalinum. Job Charnock, ein fyrisitari, ið arbeiddi fyri fyritøkuna, varð fyrr sagdur at vera stovnarin av býnum; Sum aftursvar uppá eina almenna undirskriftinnsavnan, gjørdi hægstirættar dómsstólurin Calcutta High Court úrskurð í 2003, at býurin ikki hevur nakran stovnara. Í 1699 blivu bretar lidnir við at byggja Fort William, ið varð brúkt til at hýsa herdeildum teirra og var í heila tiki teirra støð í landslutinum. Kolkata gjørdst síðan høvuðsstaður í bengalska landslutinum. Orsakað av samanbrestum við franskar styrkir fóru bretar í 1756 at víðka um hernaðarligu støðina. Hetta førdi til mótmæl frá teimum lokalu íbúgvunum. Tá ið bretar ikki lótu við seg koma, leyp Nawabburin av Bengal Siraj-Ud-Daulah bretsku herdeildirnar og inntóku Fort William. Hetta førdi til Tað svarta holið í Kolkata, har í 123 av 146 bretskum fangum doyðu, sambært einum ið yvirlivdi. Ein herdeild frá Ostindiske kompani undir leiðslu av Robert Clive endurvann býin árið eftir. Kolkatta bleiv útnevndur til høvuðsstað fyri Bretska India í 1772. Ítróttur. Fótbóltur er tann best dámda ítróttargreinin í býnum, og tí er býurin eisini ein av teimum týdningarmiklastu í India, tá talan er um fótbólt. Kolkata er heimstaður fyri indisk topp-fótbóltsfeløg sum East Bengal Club, Mohammedan Sporting Club og Mohun Bagan Athletic Club. Eins og í restini av India er krikket ein vælumtókt ítróttagrein, og hon verður leikt á opnum plássum og á gøtum um allan býin. Kendar ítróttastjørnur úr Kolkata eru t.d. fyrrverandi liðskiparin á indiska krikketlandsliðnum Sourav Ganguly og OL-bronsuvinnarin í tennis Leander Paes. Kolkata er kent fyri teir stóru leikvøllirnir í býnum. Eden Gardens er eitt av tveimum krikketstadion í heiminum, ið hevur ein kapasitet á meira enn 100.000. Salt Lake Stadium er heimsins triðstørsta fótbóltsstadion. Netaji Indoor Stadium er eitt innandura stadion við air-kondition. Calcutta Cricket and Football Club er næstelsta krikettfelagið í heiminum. Kolkata hevur 3 golfvøllir við 18 holum, ið eru vøllirnir hjá Royal Calcutta Golf Club (fyrsta golffelagið í heiminum uttanfyri Stóra Bretland), Tollygunge Club og Fort William. Royal Calcutta Turf Club skipar fyri ríðikappingum og polo-dystum. Calcutta South Club leggur vøllir til bæði lands- og altjóða tenniskappingar, meðan Calcutta Rowing Club skipar fyri kappingum í rógving. Framsøkin Ung. 383x383px Framsøkin Ung (fyrr Framsøkin Ungdómur, stytt FU) er eitt politiskt ungmannafelag í Føroyum. Framsøkin Ung varð stovnað tann 12. August 2011, og er ungmannafelagið hjá politiska flokkinum Framsókn, ið eisini varð stovnaður í 2011. Virðini hjá ungmannafelagnum eru tey vinnuligu, persónligu og tjóðskaparligu frælsini, eins og hjá móðurflokkinum. Ungmannafelagið ynskir sostatt eisini føroyskt fullveldi. Tó er Framsøkin Ung óheft av móðurflokkinum, politiskt og fíggjarliga. Framsøkin Ung er eitt liberalt og progressivt ungmannafelag, og hava eisini luttikið í almenna rúminum, tá ið kjakast hevur m.a. um Ríkisfelagsskapin, borgarliga víglsu av samkyndum, einskiljing av Rúsdrekkasølu Landsins, viðurskiftir hjá lesandi og ungum, kynskvotur, o.ø. Kommunuval 2012. Á kommunuvalinum 2012, stillaði ungmannafelagið Ólavur í Búrstovu, Harriet Olafsdóttir Av Gørðum og Ríkin Napoleon Djurhuus upp til valevni, á lista floksins. Ongin teirra var tó valdur inn. Løgtingsval 2015. Á løgtingsvalinum 1. septembur 2015 stillaði Framsókn formannin, Bjarna Kárason Petersen upp á lista floksins, vegna ungmannafelagnum. Bjarni Kárason Petersen fekk 135 persónligar atkvøður, og bleiv eftir samgongusamráðingunum varamaður fyri Framsókn í valskeiðinum 2015-2019. Framsøkin Ung hevur sostatt umboðan á løgtinginum regluliga, og er einasta ungmannafelag at hava tað, fyri uttan Kristinu Clementsen í Unga Tjóðveldið. Kommunuval 2016. Framsøkin Ung hevur eitt valevni til kommunuvalið 2016. Aleksandur Leitistein Olsen tillar upp til Tórshavnar býráð, og verður valið hildið 8. Novembur 2016 Marna Egholm. Marna Laila Vandsdal Egholm, vanliga nevnd Marna Egholm (fødd 15. apríl 1981) er ein føroysk ítróttakvinna innan frælsan ítrótt, ið rennur fyri danska felagið Sparta og fyri Bragdið og Føroyar. Hon er ein av bestu føroysku rennarunum og hevur sett føroysk met og hevur gjørt seg galdandi bæði í Føroyum og uttanlands. Á Oyggjaleikum 2015 vann hon eitt silvur og tvey bronsuheiðursmerki fyri Føroyar. Marna byrjaði at renna til kappingar í 2014. Hon býr í løtuni (2016) í Keypmannahavn. Marna hevur eisini róð kapp í Føroyum, hon róði við bátunum Hvessingur og Jarnbardur. Føroyski rennarin, Hallur Holm, ið eisini skrivar á heimasíðuni Frælsur Ítróttur Føroyar, metti í oktober 2015, at Marna tá var Føroya næstbesta ítróttafólk, næst eftir Pál Joensen. Hann metti, at hon hevði góðan møguleika at klára kravtíðirnar til OL 2020, um góða menningin helt áfram. Danmarkarmeistari í maraton i 2016. Marna Egholm gjørdist nummar fimm av øllum kvinnunum á HCA Marathon 2016 í Odense tann 1. oktober 2016. Tær fyrstu fýra kvinnurnar komu úr Etiopia og Kenya. Marna Egholm var tann fremsta av luttakarunum frá donskum feløgum. Hon kom á mál í tíðini 2:46.36, ið var nýtt føroyskt met. Berlin Maraton 2015. Nr. 36 av 10.000 kvinnum við tíðini 2 tímar, 43 minuttir og 15 sekund, ið var nýtt føroyskt met. Hon fekk 1000 IAAF-stig, ið var nógv tað hægsta nakar føroyingur nakrantíð hevði fingið í nakrari kappingargrein í frælsum ítrótti yvirhøvur. DM 2015 í Århus. Nr. 7 í 5.000 metrum renning við tíðini 17.26,13, ið var nýtt føroyskt met. Gamla metið átti Valborg Heinesen. Hálvt maraton í Berlin 2015. Nr. 15 av øllum, nr. 2 í hennara aldursbólki 30-34 ár, hon setti nýtt føroyskt met við tíðini 1.19.14 tímar Berlin Maraton 2014. Nr. 20 av kvinnunum við tíðini 02:52:00, tann skjótasta ið rann fyri danskt felag Antonio Vivaldi. Antonio Lucio Vivaldi (føddur 4. mars 1678, deyður 28. juli 1741) var ein venetianskur Barok tónasmiður, virtuoso violinleikari, lærari og prestur. Hann var føddur í Venesia, hann er viðurkendur sum ein av teimum størstu barok tónaskøldunum, og hansara ávirkan í livitíð hansara fevndi um alt Evropa. Hann er fyrst og fremst kendur fyri at hava smíðja intrumentalar konsertir fyri violin og fleiri onnur ljóðføri, eins væl og heilag kórverk og yvir fjøruti operair. Best kenda verk hansara er ein røð av violinkonsertum ið eru kendar sum "Tær fýra árstíðirnar". Tehran Museum of Contemporary Art. Tehran Museum of Contemporary Art, (Persiskt: موزه هنرهای معاصر تهران), eisini kent sum TMoCA, er eitt av størstu listasøvnunum í Iran. Savnið hevur meira enn 3000 lutir av evropeiskari og amerikanskari listamálningum, prent, tekningar og steinmyndir. TMoCA hevur eisini eitt av heimsins bestu søvnum av inanskari samtíðarlist. Føroysk svimjifeløg á RIG 2016. Jón Bjarnason og SuSvim svimjarar á móttøku í Páls Høll eftir heimkomuna úr Íslandi. Trý føroysk svimjifeløg luttóku á Reykjavík International Games 2016, tey vóru Susvim, Ægir og Reysti. Fleiri olympiskir svimjarar luttóku á stevnuni, eitt nú kunnu nevnast Mie Ø. Nielsen, Viktor B. Bromer og Eygló Ósk Gústafsdóttir, men hóast tað, so vunnu føroysku svimjararnir nógv heiðursmerki og settu 9 føroysk met og 14 juniormet. Føroysk met (9). a> vann tvey gull og tvey silvur heiðursmerki og setti 2 føroysk met og 5 juniormet á RIG 2016. Henda myndin er frá móttøkuni eftir NMU og Oyggjaleikir 2015. Heiðursmerki í yngra bólkinum á RIG 2016. Dennis Holm, borgarstjóri, heldur røðu fyri SuSvim svimjarunum í Páls Høll 26. januar 2016. Frans Johannesen fyri Danmark. Frans Johannesen hevur føroysk foreldur, hann er føddur og uppvaksin í Esbjerg og svimur fyri Danmark, úrslit hansara verða tí ikki tald við í yvirlitinum yvir heiðursmerki hjá føroysku svimjarunum. Hann vann fýra gull og eitt silvur heiðursmerki á RIG 2016. Bjarni Kárason Petersen. Bjarni Kárason Petersen ber fram røðu á løgtingsins røðarapalli Bjarni Kárason Petersen (føddur 14. august 1994) er ein føroyskur politikari, búsitandi í Havn. Hann hevur verið formaður í politiska ungmannafelagnum Framsøkin Ung síðani august 2014, men hevur verið virkin í ungmannafelagnum síðani byrjanina av 2013. Bjarni Kárason Petersen stillaði upp til løgtingsvalið 2015 fyri Framsókn, og var við 135 atkvøðum nummar 4 á listanum. Poul Michelsen, floksformaður í Framsókn, gjørdist eftir samgongusamráðingunum landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum, og tók Ruth Vang sostatt sæti fyri hann. Bjarni Kárason Petersen er tískil varðamaður fyri flokkin, sum nummar 4 á listanum. Tann 25. novembur 2015 tók hann sum 21-ára gamal fyri fyrstu ferð sæti á tingi sum avloysari fyri Honnu Jensen, løgtingskvinnu, og gjørdist sostatt ein av teimum yngstu í Føroya søgu at taka sæti á tingi. Skillinge. Skillinge er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 859 í 2010. Simris. Simris er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 211 í 2010. Baskemölla. Baskemölla er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 230 í 2010. Järrestad. Järrestad er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 161 í 2010. Skårby. Skårby er ein bygd í Ystads kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 62 í 2010. Gregorius I pávi. Gregorius I pávi († uml. 540 - * 12. mars 604), vanliga kendur sum Gregorius hin Mikli ella Grækaris Mikli á føroyskum, var pávi í Rom frá 3. september 590 til deyða sín í 604. Frá katólskari tíð hava vit mintst Grækaris páva á Grækarismessu Charlotte Rampling. Tessa Charlotte Rampling, OBE (fødd 5. februar 1946 í Sturmer, Essex) er en bretsk sjónlekarinna. Urtagarðssnigil. Urtagarðssnigil (danskt: "havesnegl" - frøðiheiti: "Cepaea hortensis") er skrásettur nakrar ferðir í Føroyum, men tað er ikki staðfest um hann verpur her.. Urtagarðssnigilin er minni enn tann nærskyldi lundarsnigilin, skelin er 18-21 mm breið og 12-15 mm til hæddar, og hevur upp til 5 snúningar. Skeljarondin er hvít og liturin á skelini er sum oftast gulur, við ella uttan tvørstrípum, men kann eisini vera reydlig og stundum eru brúnu tvørstrípurnar voksnar saman so øll skelin er einlitt brún. Lundarsnigil. Lundarsnigil (danskt: "lundsnegl" - frøðiheiti: "Cepaea nemoralis") er skrásettur nakrar ferðir í Føroyum, men tað er ikki staðfest um hann verpur her.. Lundarsnigilin er nakað størri enn nærskyldi urtagarðssnigilin, skelin er 18-25 mm breið og 12-15 mm til hæddar, og hevur 4½ til 5½ snúningar. Ein annar munur er at skeljarondin hjá lundarsnigli er brún. Liturin á skelini varierar frá reydligum, brúnum, gulum ella hvítum, við ella uttan myrkabrúnum tvørstrípum. Burgundarsnigil. Burgundarsnigil (danskt: "vinbjergsnegl" - frøðiheiti: "Helix pomatia") er størsti landsnigil við skel í Evropa. Burgundarsnigil hevur verið aldur til matna síðan rómverjatíðina, serliga í Fraklandi, harav navnið "Burgundy snail" "(Escargot de bourgogne)". Til Norðurlond bleiv hann helst innfluttur í miðøldini av katólskum munkum sum ótu hann í føstuni, tá ikki var loyvt at eta kjøt. Í Føroyum varð hann aldur í nøkur ár, men hann megnar ikki at nørast uttandura her, tí føroyska summarið er ov kalt. Hann er eisini innfluttur til einstakar privatar urtagarðar í Føroyum, og er funnin nakrar ferðir sum sløðingur, kanska frá hesum urtagørðum, ella innsløddur við matvørum. Skelin er 30–50 mm breið og 30–45 mm til hæddar, og hevur 5 til 6 snúningar. Liturin á skelini varierar frá rómalittum til ljósabrúnt. Asiatiska felagið. Det Kongelige Octroyerede Danske Asiatiske Kompagni, ella Asiatisk Kompagni (føroyskt: Asiatiska felagið), var eitt danskt handilsfelag frá 1730-árunum til 1840-árini. Danska Eysturindiafelagið (alment Dansk Ostindia) gavst við virksemi sínum í 1729 og varð í 1732 avloyst av Asiatiska felagnum, ið gjørdist størsta danska handilsfelag undir donsku merkantisismuni. Felagið hevði einarætt í 40 ár til danskan handil eystan fyri Góðvónarhøvda við Cape Town, Suðurafrika. Felagið fekk ábyrgdina fyri handil við og at stýra Trankebar. Ein til tvær handilsferðir vóru gjørdar um ári; flestu teirra gingu til Kina. Týdningarmestu handilsvørurnar vóru te og postalín. Í hesum handli ráddi merkantilistiska hugsanin – flyt inn vørurnar so bíliga sum til ber, og flyt út vørurnar so dýrt sum til ber. Ein stórur partur av vørunum hjá Asiatiska felagnum vórðu seldar víðari: 90 % av innflutta tenum varð flutt út til onnur evropeisk lond. Asiatiska felagið hevði høvuðssæti í Christianshavn. Eins og við Eysturindiafeløgnum, so var Asiatiska felagið eitt lutafelag, sum keypmenn settu pening í. Men av tí at nógvur kapitalur skuldi til mátti kongur eisini seta pening í, og kom hann at vera høvuðseigari við meirilutanum í felagnum. Vørurnar, sum eysturindiafararnir førdu til lands vóru als ikki ætlaðar stóra meirilutanum, men kongshirðini, aðalinum og ríkum keypmansfamiljum. Í 1777 yvirtók dansk-norska ríki økini og annað virksemi hjá Asiatiska felagnum í India. Einahandilin varð tá avtikin. Asiatisk Kompagni helt fram við handli í Kina og hevði efitr 1772 einkarætt á handil við Kina til Danmark-Noreg. Virksemi hjá felagnum varð skatt undir kríggjunum við Ongland 1801-1814, og eftir tað minkaði virksemi í felagnum til tað at enda varð avtikið í 1844. Ace Wilder. Alice Kristina Ingrid Gernandt, betri kend sum Ace Wilder, (fødd 23. juli 1982 í Stokkhólmi) er ein svensk songkvinna og sangskrivari. Napalm. Napalm bumba brestur á oynni Cézembre tætt við Saint Malo summarið 1944. Napalm er ein eldfim væta brúkt í krígsførslu. Vætan er ein blandin av geléevni og petroleum ella líknandi brennievni. Upprunaliga var vætan brúkt sum eldásetandi evni ímóti bygningum, men seinni fyrst og fremst sum bumba, av tí at napalm setur seg fast á húðina, og veldur stórum brunasárum, tá tað kemur í samband við eld. Napalm varð framstillað i 1942 í einari loyniligari rannsóknarstovu á Harvard Háskúlanum í USA. Leiðandi evnafrøðingurin í verkætlanini var Louis Fieser. Fyrsta niðurskrivaða nýtslan av napalm var undir seinna heimsbardaga. USA nýtti evnið nógv í krígsførslu síni ímóti japanskum býum, og undir Koreanska krígnum og Vjetnamkrígnum. Napalm dregur navn sítt av stívilsis/geléevnunum "naphtenicsýru" og "palm'"atiksýru"."Napalm B" er eitt meira nýligt útlegg av napalm, og sjálvt um evnafrøðiliga samansetingin er nógv øðruvísi, verður tað evnið ofta umtalað sum napalm. Kvikkjokk. Kvikkjokk er ein bygd í Jokkmokks kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 70 í 2007. Húsakórið. Húsakórið er eitt føroyskt kór í Keypmannahavn. Kórið er tað størsta føroyska kórið uttanfyri Føroyar, og hevur stóran mentanarligan týdning fyri føroyingar ið búgva í Keypmannahavnar-økinum. Kórleiðarar hava verið Marianne Clausen (1978-2000), Sunleif Rasmussen (2000-2001), og Tórður á Brúnni (2001-nú). Inge Dekker. Inge Dekker (fødd 18. august 1985) er ein niðurlendskur svimjari, ið hevur fingið síni bestu úrslit í firvald og frísvimjing. Yngra systir hennara, Lia, er eisini limur í niðurlendska svimjilandsliðnum. A.P. Møller - Mærsk. A.P. Møller - Mærsk A/S, stytt APMM, er eitt danskt samtak (konsortium) við aktiviteti í 130 londum innan ymsar greinir, primert flutningi, úrdraging av olju og náttúrugassi, og handli av gerandisvørum. Mált eftir umsetningi, er tað størsta fyritøka í Danmark og næststørsta fyritøka í Norðanlondum eftir StatoilHydro, meðan talið av starvsfólkum er næststørst eftir ISS. Í heimshøpi er bingjureiðaríið Mærsk Line heimsins størsta. Annika Johannessen. Annika Johannessen (fødd 17. mars 1963) er ein føroyskur-danskur sjónleikari. Hon er dóttir Eyðun Johannessen og Tove Jakobsen og systir Olaf Johannessen. Hon gekk á sjónleikaraskúlanum við við Århus Teater, har hon var útbúgvin sjónleikari 1987, og síðan starvaðist hon á Aarhus Teater frá 1987 til 1990. Frá 1990 til 2004 var hon tilknýtt Det Kongelige Teater í Keypmannahavn. Síðan 2004 hevur hon skift ímillum at starvast sum freelance sjónleikari og at ganga heima við børnum, ið eru fýra. Hans Tórgarð. Hans Tórgarð (føddur 1969) er ein føroyskur sjónleikari og týðari. Hann er útbúgvin Master of Arts í leiklist frá Teaterhögskolan i Helsingfors, Finland, 1999. Hann er sonur Axel Tórgarð og abbasonur H.C.W. Tórgarð. Báðar systrar hansara, Súsanna Tórgarð, og Ria Tórgarð, eru eisini sjónleikarar. Leikstjórn. Harafturat hevur hann lagt røddir til ymsar útvarpsleikir, teknifilmar og ljóðbøkur. Gríma. Yrkissjónleikarbólkurin Gríma varð stovnaður í 1977 av Eyðun Johannessen, ið er fyrsti føroyingur í søguni við útbúgving sum sjónleikari. Eyðun stovnaði Grímu saman við 4 amatørleikarum úr Havnar Sjónleikarafelag. Leikararnir vóru: Rosa á Rógvu, Birita Mohr, Egi Dam og Kári Øster. Bólkurin fekk navnið Gríma. Gríma hevði ikki egin høli, men leigaði seg inn frá verkætlan til verkætlan. Í 1998 fekk Gríma fyri fyrstu ferð sítt egna sjónleikarhús, tá salurin í Gamla Meiaríi í Tórsgøtu 9 varð tikin í nýtslu. Gríma helt fra á Gamla Meiarínum fram til 1. januar 2005, tá Tjóðpallur Føroya byrjaði virksemi sítt og tók yvir hølini. Løgtingið hevur øll árini latið stuðul til leikbólkin Grímu, og í 1989 varð allur stuðul til sjónleik yvirhøvur samskipaður undir Leikpalli Føroya, ein sjálvsognarstovnur sum hevði til endamáls at lata stuðul til bæði áhuga- og yrkissjónleik. Leikpallur Føroya virkaði fram til 2005, tá Tjóðpallurin varð stovnaður, og leiklistaráðið tekur sær nú av hesum uppgávum. Eva Kjer Hansen. Eva Kjer Hansen (fødd 22. august 1964 í Aabenraa) er ein danskur politikari frá Venstre. Hon er limur av Fólkatinginum og ráðharri fleiri tíðarskeið frá 23. november 2007 til 23. februar 2010 og aftur frá 2015 sum umhvørvis- og matvøruráðharri í aðru stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen. Leygardagin 27. februar 2016 boðaði Eva Kjer Hansen frá, at hon tók seg aftur sum ráðharri. Hetta hendi eftir at Konservativu søgdu seg ikki hava álit á henni longur og tí vildu atkvøða fyri einum misálitisuppskoti frá andstøðuni, og tað hevði noytt Lars Løkke Rasmussen til at útskriva nýval. Eva Kjer Hansen helt tó formliga fram sum ráðharri til ein nýggjur avloysari var útpeikaður. Bogi Olsen. Bogi Olsen er ein føroyskur rógvari úr Rituvík. Hann hevur kappast í føroyskum kappróðri í nógv ár, og hevur eitt nú vunnið FM við 10-mannaførum við Eysturingi. 29. februar 2016 gjørdist hann heimsmeistari í inniróðri í Boston í bólkinum fyri menn 40-49 ár, lættvekt. Hann vann við tíðini 6:28.8. Ein annar føroyingur, Jens Kristian Dam vann silvur í sama bólki við tíðini 6:34.7. Sarita Hansen gjørdist nummar fýra hjá kvinnum í opna bólkinum, eins og árið fyri. Sarita Hansen. Sarita Kristina Hansen (fødd 1988 í Tórshavn, uppvaksin í Miðvági) er ein føroyskur rógvari, ið fleiri ferðir hevur vunnið heimsmeistaraheitið í inniróðri. Bakgrund. Bæði foreldur hennara eru fyrrverandi rógvarar, tey eru Haldis og Jógvan Hans Hansen, pápin vann FM við Miðvingi stutt eftir, at Sarita var fødd. Hon fór at rógva sum 10 ára gomul og róði við í fyrstu kappingunum í barnaróðri í Føroyum. Lívsleið innan rógving. Hon hevur róð føroyskan kappróður í fleiri ár og rør eisini inniróður. Hon hevur tvær ferðir vunnið enska meistaraheitið í inniróðri, English Indoor Rowing Championship, í 2015 við tíðini 7:28:1 og í 2016 við tíðini 7.29.5. Í 2015 og 2016 luttók hon eisini á HM í inniróðri í Boston, har hon gjørdist nummar fýra. Heimsmeistarakapping í inniróðri 2021. Í 2021 varð kappingin hildin umvegis internetið orsakað av koronafarsóttini. World Indoor Rowing Championships 2012. Nr. 20 í 2000 metrum, kvinnur lættvekt opin bólkur við tíðini 07:32.6 Kommunufelagið. Kommunufelagið er landsfelagið fyri allar kommunur í Føroyum. Felagið varð stovnað 1. januar 2014 við samanlegging av teimum nú fyrrverandi kommunufeløgunum Føroya Kommunufelag (FKF), har tær smærru kommunurnar vóru limir, og Kommunusamskipan Føroya (KFS), har ið tær stóru kommunurnar vóru limir. Valdið í felagnum er býtt eftir fólkatalinum. Høvuðsstaðarkommunun hevur harvið 40% av valdinum, av tí at 40% av Føroya fólki búgva í Tórshavnar kommunu. Fyrsti formaður í kommunufelagnum er borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, ið eisini er løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin. 500 f.Kr.. Øldir: 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. – 4. øld f.Kr. Áratíggju: 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. - 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. Árstal: 505 f.Kr. 504 f.Kr. 503 f.Kr. 502 f.Kr. 501 f.Kr. - 500 f.Kr. - 499 f.Kr. 498 f.Kr. 497 f.Kr. 496 f.Kr. 495 f.Kr. 501 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. - 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. Árstal: 506 f.Kr. 505 f.Kr. 504 f.Kr. 503 f.Kr. 502 f.Kr. - 501 f.Kr. - 500 f.Kr. 499 f.Kr. 498 f.Kr. 497 f.Kr. 496 f.Kr. 502 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. - 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. Árstal: 507 f.Kr. 506 f.Kr. 505 f.Kr. 504 f.Kr. 503 f.Kr. - 502 f.Kr. - 501 f.Kr. 500 f.Kr. 499 f.Kr. 498 f.Kr. 497 f.Kr. 503 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. - 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. Árstal: 508 f.Kr. 507 f.Kr. 506 f.Kr. 505 f.Kr. 504 f.Kr. - 503 f.Kr. - 502 f.Kr. 501 f.Kr. 500 f.Kr. 499 f.Kr. 498 f.Kr. 504 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. - 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. Árstal: 509 f.Kr. 508 f.Kr. 507 f.Kr. 506 f.Kr. 505 f.Kr. - 504 f.Kr. - 503 f.Kr. 502 f.Kr. 501 f.Kr. 500 f.Kr. 499 f.Kr. 505 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. - 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. Árstal: 510 f.Kr. 509 f.Kr. 508 f.Kr. 507 f.Kr. 506 f.Kr. - 505 f.Kr. - 504 f.Kr. 503 f.Kr. 502 f.Kr. 501 f.Kr. 500 f.Kr. 506 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. - 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. Árstal: 511 f.Kr. 510 f.Kr. 509 f.Kr. 508 f.Kr. 507 f.Kr. - 506 f.Kr. - 505 f.Kr. 504 f.Kr. 503 f.Kr. 502 f.Kr. 501 f.Kr. 507 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. - 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. Árstal: 512 f.Kr. 511 f.Kr. 510 f.Kr. 509 f.Kr. 508 f.Kr. - 507 f.Kr. - 506 f.Kr. 505 f.Kr. 504 f.Kr. 503 f.Kr. 502 f.Kr. 508 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. - 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. Árstal: 513 f.Kr. 512 f.Kr. 511 f.Kr. 510 f.Kr. 509 f.Kr. - 508 f.Kr. - 507 f.Kr. 506 f.Kr. 505 f.Kr. 504 f.Kr. 503 f.Kr. 509 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. - 500-árini f.Kr. - 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. 450-árini f.Kr. Árstal: 514 f.Kr. 513 f.Kr. 512 f.Kr. 511 f.Kr. 510 f.Kr. - 509 f.Kr. - 508 f.Kr. 507 f.Kr. 506 f.Kr. 505 f.Kr. 504 f.Kr. 510-árini f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. - 6. øld f.Kr. - 5. øld Áratíggju: 560-árini f.Kr. 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. - 510-árini f.Kr. - 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. Ár: 519 f.Kr. 518 f.Kr. 517 f.Kr. 516 f.Kr. 515 f.Kr. 514 f.Kr. 513 f.Kr. 512 f.Kr. 511 f.Kr. 510 f.Kr. 520-árini f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. - 6. øld f.Kr. - 5. øld Áratíggju: 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. - 520-árini f.Kr. - 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. Ár: 529 f.Kr. 528 f.Kr. 527 f.Kr. 526 f.Kr. 525 f.Kr. 524 f.Kr. 523 f.Kr. 522 f.Kr. 521 f.Kr. 520 f.Kr. 530-árini f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. - 6. øld f.Kr. - 5. øld Áratíggju: 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. - 530-árini f.Kr. - 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. Ár: 539 f.Kr. 538 f.Kr. 537 f.Kr. 536 f.Kr. 535 f.Kr. 534 f.Kr. 533 f.Kr. 532 f.Kr. 531 f.Kr. 530 f.Kr. 510 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 560-árini f.Kr. 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. - 510-árini f.Kr. - 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. 470-árini f.Kr. 460-árini f.Kr. Árstal: 515 f.Kr. 514 f.Kr. 513 f.Kr. 512 f.Kr. 511 f.Kr. - 510 f.Kr. - 509 f.Kr. 508 f.Kr. 507 f.Kr. 506 f.Kr. 505 f.Kr. 540-árini f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. - 6. øld f.Kr. - 5. øld Áratíggju: 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. 550-árini f.Kr. - 540-árini f.Kr. - 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. 490-árini f.Kr. 480-árini f.Kr. Ár: 549 f.Kr. 548 f.Kr. 547 f.Kr. 546 f.Kr. 545 f.Kr. 544 f.Kr. 543 f.Kr. 542 f.Kr. 541 f.Kr. 540 f.Kr. 550-árini f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. - 6. øld f.Kr. - 5. øld f.Kr. Áratíggju: 600-árini f.Kr. 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. - 550-árini f.Kr. - 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. 500-árini f.Kr. Ár: 559 f.Kr. 558 f.Kr. 557 f.Kr. 556 f.Kr. 555 f.Kr. 554 f.Kr. 553 f.Kr. 552 f.Kr. 551 f.Kr. 550 f.Kr. 560-árini f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. - 6. øld f.Kr. - 5. øld Áratíggju: 610-árini f.Kr. 600-árini f.Kr. 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. - 560-árini f.Kr. - 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. 510-árini f.Kr. Ár: 569 f.Kr. 568 f.Kr. 567 f.Kr. 566 f.Kr. 565 f.Kr. 564 f.Kr. 563 f.Kr. 562 f.Kr. 561 f.Kr. 560 f.Kr. Niels Juel Arge. Niels Juel sæst her uttast til vinstru. Niels Juel Arge (føddur 20. august 1920 í Tórshavn, deyður 5. mars 1995) var ein føroyskur útvarpsstjóri, rithøvundur og politikari (Sjálvstýrisflokkurin). Niels Juel tók realprógv í Havn í 1920, og síðan hevði hann ymisk fyrifallandi arbeiði, til hann fekk starv í tí nýstovnaða Útvarpi Føroya í 1957. Trý ár seinni gjørdist hann stjóri í útvarpinum og sat í stjórastarvinum frá 1960 til 1990, tá hann mátti gevast vegna aldursmarkið hjá tí almenna. Hann hevur skrivað fleiri hoyrispøl til útvarpið og skrivað fleiri yrkisbókmentir. Fyrsta bók hansara, "Argjamenn", kom út í 1978. Hann fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 1985. Niels Juel Arge var býráðslimur í Havn 1949–1952 og varaborgarstjóri 1949–1951. Hann var faðir Jógvan Arge og Magna Arge og abbi tónleikaran Una Arge. Ludvík á Brekku. Ludvík á Brekku er ein føroyskur listamaður, rithøvundur og tónleikari. Hann hevur útgivið tvey yrkingasøvn og hevur myndprýtt fleiri bøkur. Hann var formaður í Rithøvundafelag Føroya eitt stutt skifti í 2015. Hann hevur lisið til lærara í Havn og tók farloyvi eitt ár, fyri at taka listarliga útbúgving á listaháskúla í Danmark, har hann var liðugur í 2014. Hann hevur seinni gingið á Listaháskóla Islands frá 2015. Í 2014 hevði hann listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hann er bróðir yrkjaran Sissal Kampmann, og hevur hann myndprýtt yrkingasøvn hennara. Saman við Brynjolfur á Heygum og Rúni Christiansen stovnaði hann tónleikabólkin Side Effect, ið luttók á Prix Føroyar, teir góvu eina útgávu út í 2006. William Blake. William Blake (føddur 28. november 1757, deyður 12. august 1827) var ein enskur yrkjari og listamálari. Hann var ikki so kendur, meðan hann livdi, men eftir deyða hansara er hann viðurkendur sum eitt týðandi skald frá Romantikkini. Ragnar Finsson. Ragnar Finsson (føddur 1996) er ein føroyskur punkrock og blues sangari. Hann gjørdist kendur, tá ið hann í 2008 luttók í talentkappingini hjá DR Talent 2008, har hann endaði á einum triðjaplássi. Árið eftir Talent spældi hann á konsertum í Føroyum við sínum egna orkestri. Fyrst kallaðu teir seg A-55, síðan Stewies Loveranch, Ragnar spældi guitar og sang. Pápi Ragnar, Finnur Hansen, er eisini tónleikari og spælir á ymiskum ljóðførum og er ofta tónleikari á upptøkum og tónleikaútgávum hjá føroyskum tónleikarum. Mamma Ragnar, Malan Thomsen, syngur eisini. Í 2016 varð Ragnar tilnevndur eina FMA virðisløn í bólkinum Ársins nýggja navn. Punjab (tónleikabólkur). Punjab er ein føroyskur tónleikabólkur, ið varð stovnaður í 2012. Bólkurin spælir alternativan funk rokk tónleik við íblástri frá jazz. Teir útgóvu fyrstu fløguna í september 2015. Á FMA 2016 var bólkurin tilnevndur 5 virðislønir, umframt at forsangarin, Árni Johannesson, var tilnevndur Ársins sangari í bólkinum Folk, Country og Blues. Hamradun. Hamradun er ein føroyskur fólka-rokk tónleikabólkur. Forsangarin í bólkinum er Pól Arni Holm av Tvøroyri, ið var forsangari í Týr frá 1998 til 2002. Hamradun gav út fyrstu útgávuna í 2015, talan var um eina fløgu við 7 sangum, allir á føroyskum. Nevnast kunnu Sneppan í Hamrabyrgi, ið byggir á søgnina um eina kvinnu, ið búði einsamøll eftir í Hamrabyrgi (í somu vík sum Víkarbyrgi í Suðuroynni), av tí at øll hini í bygdini vóru deyð av svartadeyða, og so gingu fólk úr Sumba og kastaðu mat niður til hana, so hon ikki doyði í hungri. Ein sangur er um frísarnir í Akrabergi og ein um Snæbjørn, ið eisini er ein søgn úr Suðuroynni. Sinklars vísa er eisini við á fløguni. John Áki Egholm spælir og syngur eisini við í Hamradun, hann er eisini kendur frá bólkinum tungmálmsbólkinum Hamferð. Uni Debess er kendur frá fleiri blues-bólkum, eitt nú GoGo Blues. Froðbiar Sóknar Bluesorkestur. Frodbiar Soknar Blues Orkestur í 2014 í Blues Perluni Froðbiar Sóknar Bluesorkestur er eitt bluesorkestur úr Suðuroynni. Teir hava verið virknir í fleiri ár. Í 2015 góvu teir út sína fyrstu útgávu, tað var fløgan "If the Ocean was Wine". Á fløguni eru átta løg, har umleið helvtin er egin løg, sum í stíli røkka frá siðbundnum Missisippi country-blues til nýggjari urban-blues. Fløgan er tikin upp í Studio Bloch. Jón McBirnie, Theodor Kapnas og Jónas Bloch Danielsen hava producerað, redigerað og mixað. Tony - Facination Street Studios hevur mastrað. Heimamús. Heimamús ella húsmús (latín - "Mus musculus"), kann býtast upp í fleiri undirbólkar, í Føroyum finnast tveir av teimum, "vestanmús" (latín "Mus musculus domesticus") og "eystanmús" (latín "Mus musculus musculus"):. Vestanmúsin er grá-grámorreyð og ljós undir búkinum. Kroppurin er 7,5-10,3 cm langur, halin 7,2-10,2 cm langur, mús vigar 12-28 g. Eyðkendur roykur gongur av henni. Hesin roykur kann siga frá, at hon er til staðar. Roykurin stendst av, at hon merkir økið hjá sær við landi. Útbreiðsla. Heimamúsin kemur upprunaliga úr Ásia, og fólk hava drigið hana við sær vestureftir. Mýsnar í Føroyum eru yvirhøvur vestanmús ("Mus m. domesticus"), men í Streymoy og Sandoy eru umframt vestanmús eisini blendingar (hybridar) av vestanmús og eystanmús ("Mus m. musculus x M. m. domesticus'). Vestanmúsin finst í Írlandi, Skotlandi, Onglandi, Fraklandi, Italia, Spania og Grikkalandi. Tann føroyska vestanmúsin má tí vera komin henda vegin við teimum írsku munkunum. Í Føroyum er músin ikki nevnd í skrivum fyrr enn í 1592, men músin má longu hava verið búføst í Føroyum, tá landnámsmenninir komu til Føroya á veg til Íslands og Grønlands. Mýs í Føroyum. Mýs í Føroyum verða fyrst nevndar í 1592 og tá sigst talan vera um skógarmús ("Apodemus sylvaticus"), men ætlandi er her heldur talan um heimamús ("Mus musculus domesticus"), tí skógarmús er ikki skrásett í Føroyum síðan tá. Borðoy (útdeyð uml. 1915-20, møguliga sum fylgja av at rotta kom í oynna í 1898.) Streymoy ("Mus m. domesticus" og "Mus m. musculus x Mus m. domesticus") Nólsoy ("Mus m. domesticus (faroensis")) Sandoy ("Mus m. domesticus" og "Mus m. musculus x Mus m. domesticus") Heimamýsnar í Føroyum verða eisini róptar "hagamús" og "bjargamús", tá tær halda til í hesum búøkjum. Í Norðurhøvum er músin týðiliga knýtt at fólki; um summarið heldur hon til uttandura, men kemur tó aftur til hús um heystið. Í Føroyum er hon bara á nøkrum oyggjum og hon heldur eisini til í óbygdum, og um summarið legst hon í fuglabjørgini á oyggjum, har rottan ikki er. Føði. Músin er ikki kræsin, men tekur tað, hon finnur, fræ, smákykt og mat, fólk hevur sær niðurfyri, og leivdir. Kortini dámar henni best fræ, serliga korn og alt sovorðið, sum er burtur úr korni. Hon megnar at liva, hóast hon fær ikki vatn, og tí trívst hon væl í korngoymslum. Í húsum kann hon gera skaða á bæði mat og innbúgv, tí dugnalig er hon at gnaga. Mús klintrast um alt húsið. Er nóg mikið av føði og tilfari at byggja reiður við, standa tær seg væl í frosti. Músin leggur sær niðurfyri til verri tíðir, tá ið ov lítið er til av føði. Mýsnar eru í búflokki, kvennmúsin byggir reiður, kallmúsin kemur í reiðrið í makingartíðini. Nøring. Mús leggur alt árið, og hugsandi kann hon fáa undan 10 legur um árið, 3-6 mýslingar í hvørjari, um nóg rúmligt er, og føðin ikki trýtur. Mýslingarnir sjálvir eru kynsliga búnir, tá teir eru mánað gamlir. Ineos Grenadiers. Ineos Grenadiers (UCI liðkota: INS) er eitt súkklulið við basu í Stórabretlandi, ið hevur UCI Pro Tour-støðu. Liðið varð stovnað hin 26. februar 2009 og byrjaði at kappast í januar 2010. Theodor Thomassen. Theodor Thomassen (føddur 28. oktober 1908 í Sørvági, deyður 9. mars 2016 í Sørvági) var tann elsti føroyingurin nakrantíð. Hann gjørdist 107 ára gamal og 4 mánaðir og 12 dagar. Í 1930 giftist Theodor Nenceu Hansen, sum eisini varð ættað úr Sørvági. Theodor og konan bygdu sær hús og saman fingu tey 10 børn. Hann gjørdist einkjumaður í 1987. Theodor Thomassen hevði handil í Sørvági og róði út einsamallur, til hann var gott 98 ára gamal. Við børnum og barnabørnum vóru eftirkomararnir hjá Theodori omanfyri 100 í tali, tá ið hann andaðist. Hann sovnaði stillisliga inn mikukvøldið 9. mars 2016. Seinastu árini av lívi sínum búði Theodor heima hjá dóttrini Elisu. Kringvarp Føroya var og vitjaði hann ella ringdi til hann hvørt ár á føðingardegi hansara tey seinastu árini hann livdi. Tá ið Theordor fylti 105 ár, segði hann við Kringvarpið, at hann ikki hevði væntað at gerast so gamal, tí tað lá ikki til slagið. Pápin doyði bert 48 ára gamal, og ein pápabeiggi gjørdist bert 31 ára gamal. Hann hevði tá 107 eftirkomarar. Hvørja ferð Kringvarpið tosaði við Theodor, hevði hann skilið og fylgdi við í tí, ið hendi í samfelagnum, eisini í politikki. Sigrun Brend var tann frá Kringvarpinum, ið ofta tosaði við hann fyri Kringvarpið. Tá ið Theodor á 105 ára føðingardegi sínum varð spurdur um, hvat hann hevði etið nógv av gjøgnum lívið, svaraði hann, at hann hevði altíð etið nógvan fisk og nógva grind, bæði tvøst og spik, og fiskurin var saltfiskur, ræstur fiskur, turrur fiskur, feskur fiskur, frikadellur og knettir. Spurdur um hvat hann ynskti sær í føðingardagsgávu frá Sigrun Brend, so svaraði hann, at hann átti alt ið honum tørvaði, men kanska eina plátu av reinari sjokolátu. Seinasta heilsanin. Tag Jesus med, hvorhen du længes, da bliver du så let i sind. Og hvor din frelser ude stænges, der skal du ikke selv gå ind. Tag Jesus med hvorhen du farer, så skal du aldrig fare vild. Jarðarferðin. Theodor fór til gravar úr Sørvágs kirkju týsdagin 15. mars. Sørvágs kirkja var fullsett, tá presturin Inga Poulsen Dam prædikaði. Hon gav eina góða lýsing av Theodori, tá hon í prædikuni segði, at gudsótti, nøgdsemi og bjartskygni virkaði javnvág í langa lívinum hjá Theodori. Met. Theodor Thomassen eigur metið sum Føroya elsta fólk nakrantíð. Áðrenn Theodor tók metið, átti Drikka á Fløtti við Gjógv í nógv ár hetta metið. Hon varð fødd 2. juli 1875 og doyði 23. november 1980 - 105 ára gomul. Um føroyingar ið búðu uttanlands verða taldir við, so átti Johannes Frederik Karl Sofus Tauser av Eiði, sum búði í Helsingør seinna partin av sínum lívi, metið sum elsti føroyingur áðrenn Theodor. Jóhannes Tauser gjørdist eins og Drikka á Fløtti 105 ár. Hann var føddur 23. februar 1902 og doyði 12. Januar 2008 í Helsingør og var sostatt bert 42 dagar undir 106 ár, tá hann doyði. Elsta konufólk (og næst elsta fólk) sum hevur livað í Føroyum, er nú Nikala Laurina Franciska Jensen úr Sumba (vanliga nevnd Kala). Hon var fødd 3. september 1915 á Glyvrum og flutti sum barn til Sumbiar, har hon seinni giftist. Kala fylti 106 ár tnn 3. september 2021. Hon er enn á lívi og býr á ellisheiminum á Tvøroyri (september 2021). Kala er sostatt næst elsta fólkið, ið livað hevur í Føroyum. Movistar Team. Movistar Team () er eitt professionelt súkklulið ið luttekur í UCI ProTour og hevur vunnið trettan GC sigrar í Grand Tours. Høvuðsstuðul er spanska fartelefonfyritøkan Telefónica, og liðið kappsúkklar undir navninum hjá brandi teirra ið nevnist "Movistar". Tinkoff. Tinkoff () er eitt professionelt súkklulið úr Russlandi, ið kappast í UCI World Tour. Frá stovnanini til 2014 var liðið danskt. Núverandi eigarin er russarin Oleg Tinkov. Frá 1999 til mars 2015 varð liðið stjórnað av dananum og fyrrverandi Tour de France vinnaranum Bjarne Riis. Høvuðsstuðulin hjá liðnum er russiski Tinkoff Bank. Astana Pro Team. Astana Pro Team () er eitt professionelt vegsúkklukappingarlið. Høvuðsstuðul er Samruk-Kazyna, ið er ein samtøka av almennum fyritøkum úr Kasakstan og eitur eftir høvuðsstaðnum Astana. UCI ProTour. UCI ProTour var ein røð av klassiskum professionellum súkklukappingum, ið vórðu fyriskipaðar hvørt ár frá 2005 til 2010 av altjóða súkklusambandinum, UCI. Luttakararnir vóru kappingarsúkklulið ið høvdu kvalifiserað seg til luttøku og sum høvdu skyldu til at luttaka í øllum kappingunum. Hetta slagið av kappingarformi byrjaði í 2005 og kom í staðin fyri World Cup røðina fyri vegsúkklukappingar, ið endaði í 2004, og endaði í 2010. ProTour'urin fevndi um tær stóru teinakappingarnar, Tour de France, Giro d'Italia og Vuelta a España og eitt nú tær tríggjar stóru súkkluklassikarnar Paris-Roubaix, Kring Flandern og Liège-Bastogne-Liège. UCI World Tour. UCI WorldTour er ein røð av sjálvstøðugum professionellum vegsúkklukappingum. Í 2009 og 2010 varð heitið Heimskalendarin og var stiggevandi í mun til heimsranglistan. Ranking 2009–2015. Kappsúkklarar fáa stig eftir plaseringum á teinum og samanlagt í teinakappingum sum víst í talvuni omanfyri. Stigini hjá einum liði verða roknaði út við at leggja saman stigini hjá teimum fimm ið hava hæst stigatal hjá liðnum. Somu reglar eru galdandi í landskappingum. Michał Szpak. Michał Szpak (føddur 26. november 1990 í Jasło) er ein pólskur sangari, ið gjørdist kendur, tá ið hann í 2011 luttók í fyrstu pólsku X-factor sangtalentkappingini. Hann umboðaði Pólland við sanginum "Color of Your Life" á Eurovision Song Contest 2016 í Stokkhólmi. AG2R La Mondiale. AG2R La Mondiale (, fyrr AG2R Prévoyance) er eitt franskt súkklulið við UCI ProTour liðstøðu. Høvuðsstuðlarnir eru "AG2R Group", ið er eitt franskt-grundað altjóða tryggingarfelag og eftirlønargrunnur, og "La Mondiale Group", ið er ein franskt-grundaður altjóða eftirlønar- og lívstryggingargrunnur. Etixx-Quick Step. Etixx–Quick-Step ("UCI liðkota:" EQS) er eitt belgiskt UCI World Tour súkklulið undir leiðslu av liðstjóranum Patrick Lefévère. Ítróttastjórar eru Davide Bramati, Wilfried Peeters, Rik Van Slycke, Tom Steels, Brian Holm, Rolf Aldag og Jan Schaffrath. Etixx er ein kekkiskur framleiðari av kostískoyti, meðan Quick-Step er ein framleiðari av laminatgólvum. Trek-Segafredo. Trek–Segafredo () er eitt professionelt vegsúkklukappingarlið við lisensi úr USA. Liðið hevur fyrr verið nevnt Radioshack-Nissan umframt fleiri onnur nøvn alt eftir hvør hevur verið høvuðsstul. Í 2014 yvirtók Trek eigaraskapin av liðnum og ProTeam lisensin. Lotto-Soudal. Lotto–Soudal () er eitt belgiskt professionelt vegkappsúkklingarlið, ið hevur belgiska eydnuspælið Lotto og Soudal sum høvuðsstuðlar. Soudal er ein fyritøka ið framleiðir silikone og kalfatring. BMC Racing Team. BMC Racing Team ("UCI Team kota:" BMC) er eitt UCI ProTeam súkklulið, ið hevur BMC, sum høvuðssponsor. BMC er ein sveisisk fyritøka, ið framleiðir súkklurammur. Ein av eigarunum er amerikanski súkklarin Jim Ochowicz, ið stovnaði 7-Eleven Cycling Team, hann er eisini liðstjóri. EF Education First Pro Cycling. EF Education First Pro Cycling ("UCI kota": EF1), er eitt amerikanskt professionelt súkklulið. Liðið varð stovnað í 2005 men gjørdist ikki professionelt fyrr enn tvey ár seinni í 2007. Team Dimension Data for Qhubeka. Team Dimension Data for Qhubeka () ("UCI Team kota": DDD) er eitt World Tour súkklulið úr Suðurafrika. Team Sunweb. Team Sunweb ("UCI Team kota": SUN) er eitt professionelt týskt súkklulið, ið luttekur í UCI WorldTour stevnum og, tá ið tað verður útvalt, í UCI Continental Circuits kappingum. Liðið er stjórnað av Iwan Spekenbrink og nýtir Giant súkklur. UAE Team Emirates. UAE Team Emirates () er eitt súkklulið úr Emiratunum. Liðið hevur verið limur í UCI ProTour síðan 2005, burtursæð frá einum tíðarskeiði í 2010. Team Katusha. Team Katusha (, "UCI liðkota: "KAT) er eitt russiskt professionelt súkklulið, ið nýtir Canyon súkklur til súkklukappingar. Team Katusha kappaðist sum eitt UCI ProTeam millum 2009 og 2012. Í januar 2013 fekk liðið ein Pro Continental lisens, men longu í februar 2013 avgjørdi ítróttarætturin, at liðið skuldi hava ein World Tour licsens. Hin 18. februar 2013 váttaði UCI, at tað skuldu vera 19 lið í UCI World Tour 2013. IAM Cycling. IAM Cycling er eitt sveisiskt skrásett UCI WorldTour súkklulið, stjórnað av fyrrverandi franska vegsúkklukappingarmeistaranum Serge Beucherie. Høvuðsstuðulin er IAM Independent Asset Management SA, eitt sveisisk íløgufelag. Mitchelton-Scott (menn). Orica-Scott er eitt avstralskt professionelt vegsúkklukappingarlið, ið varð stovnað í januar 2011. Liðið kappast í UCI World Tour. Team LottoNL-Jumbo. Team LottoNL–Jumbo er eitt professionelt súkklulið. Lið hevur tríggjar sektiónir: ProTeam (UCI ProTour liðið), Continental (eitt talentlið ið kappast í UCI Europe Tour), og Cyclo-cross. FDJ (súkklulið). FDJ () er eitt franskt súkklulið, ið er uppkallað eftir høvuðsstulinum, tí franska lottospælinum. Liðið er stjórnað av Marc Madiot, ið er fyrrverandi vegkappsúkklari og fyrrverandi vinnari av Paris–Roubaix classic. Teir flestu súkklarnir á liðnum eru franskir. V/doc. This template produces links to a template that gives direct access to the template's pages. Most commonly it shows " (or) links. Usage. Adding option codice_1 (for "discuss") equals adding codice_2, adding a "t" link (for "talk"). Miðnám á Kambsdali. Miðnám á Kambsdali er ein samanlegging av Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy og Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Skúlarnir vóru lagdir saman í ein stovn, ið fekk navnið Miðnám á Kambsdali. Rektari er Páll Isholm sum frammanundan hevði verið skúlastjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali í 11 ár, síðan lærari á Studentaskúlanum í nøkur ár, og seinastu mánaðirnar undan samanleggingini var settur rektari á Studentaskúlanum. Klaksvíkar HF-skeið, sum undan samanleggingini var deild undir Studentaskúlanum, er eftir samanleggingina deild undir Miðnámi á Kambsdali. Miðnám á Kambsdali hevur 6 breytir: Búskaparbreyt, fyrireikingarbreyt, hugbreyt, náttúrbreyt, serbreyt og yrkisbreyt (FHS) umframt akademiútbúgving. Á Miðnámi á Kambsdali ganga reiðiliga 500 næmingar, og saman við Klaksvíkar HF-skeiði fevnir stovnurin um umleið 600 næmingar og um 90 starvsfólk. Direct Énergie. Direct Énergie () er eitt professionelt vegkappsúklingarlið ið kappast sum eitt UCI Professional Continental lið í UCI Continental Circuits kappingum, og UCI WorldTour kappingum, tá ið liðið verður boðið við sum eitt "wild card". Liðið hevur havt onnur nøvn: Brioches La Boulangère, Bonjour, Bouygues Télécom, Bbox Bouygues Telecom og Europcar. Hargabrøðurnir. Hargabrøðurnir livdu í 17. øld, teir vóru eisini nevndir hargarkempurnar. Teir vóru dóttursynir Jenis í Laðangarði (hin seinna). Teir búðu í Hørg, í Sumba. Teir vóru fýra í tali (Niclas, Jógvan, Ísakur og Pætur), teir yngstu av teimum vóru tvíburabørn. Søgnin um Hargarbrøður. Allir vóru teir kimpurligir menn og avburðarmenn til styrki og reystleika. Einaferð vóru teir eftir jólaseyði úti á Bláabergi (ið liggur millum Akrar og Víkarbyrgi) og tóku teir hvør sínar seks ær og bóru alt heim til húsar. Illa samdust teir og hatskir vóru teir hvør á annan. Teir løgdu so felag, tveir og tveir: miðlingabrøðurnir í øðrum partinum, hin elsti og hin yngsti í øðrum. Ein dagin tá teir vóru farnir út í Dal at royta seyð, kom sovorðin illstøða millum teir, at tá ið teir komu á rættina skuldi morð verða. Tá kom so snøggliga eitt myrkur niður yvir teir. (Talan kann vera um sólarmyrkingina, sum var nakað fyri middag 30. mai í 1612.) Angist kom á teir og teir lovaðu nú øðrvísi enn fyrr, at læt Várharra teir sleppa við lívinum, skuldu teir vera betri menniskjur. Tá lýsti í myrkrið aftur; teir hálsfevndust og lovaðu, at einki stríð skuldi vera teirra millum aftur. Síðan sótu teir væl um sátt. Giljabóndin í Hvalba fekk ofta nógvan heystskurð og tveir av hargarbrøðrunum fóru tí eitt heystið norður til Hvalbiar at bjóða seg til at hjálpa. Tikið skuldi alt vera sum kundi fáast í hond segði Giljabóndin. Teir fóru avstað saman, hargabrøðunir og Giljabóndin og hansara menn. Teir hittu eitt stórt fylgi og vildu fáa tað í eitt heldi, men fylgið sleit seg sundur. Bóndin og hansara menn vórðu við annan flokkin, Hargabrøðurnir við annan. Brøðurnir fingu seyðin í eitt heldi á norðaru síðu á Hvalvíkini og bundu seyðin. Síðan søktu teir hús upp og komu í dyr út ímóti nátturðamála. Bóndin var tá komin aftur við húskøllunum og hevði lítið ella einki fingið at rokna. Morgunin eftir fóru teir avstað og funnu plássið har Hargabrøðinir hevði undið seyðin. Bóndin var findarblíður tí teir høvdu fingið so nógv: Nú skuldu teir fáa lønina, segði hann og tað skuldi vera so mikið sum teir kundu bera báðir av seyði. Teir tóku tá hvør sínar sjey seyðir og bóru til Sumbiar. Eitt heystið bað ein av hargarbrøðrunum, Laðangarðsbóndan um eitt sindur av hoyggi. Bóndin lovaði honum eina byrði og bað hann taka av einari sátu. Hargarmaðurin tók alla sátuna uppá herðarnar og bar hana niðan undir Hargar. Tá ið Laðangarðsbóndin sá at øll sátan var horvin, varð hann illur og brigslaði hargarmanninum, at hann hevði tikið meira enn hann hevði fingið lov til. Men hargarmaðurn hevði vitni uppá, at hann hevði ikki borið meira enn eina byrði og tað var tað ið Laðangarðsbóndin hevði lovað honum. So varð bóndin at geva seg til tols. Ein kúgv, ið hargarbrøðurnir áttu, var til fóðurs í Vági. Ein vetur fóru teir til Vágs eftir henni, men á vegnum heimaftur kom ódnarveður á teir og kavin legðist so ógvuligur, at øll hildu teir fara at doyggja úti. Men pápi teirra hevði góða vón. Hin elsti, segði hann, hevði onga neyð á landjørðini, slíkan knassa helt hann hann vera. Seint á kvøldi um leggingartíð komu teir til húsar, hin elsti berandi kúnna. Hon legðist fyri á Lopransdali, men so tók hann hana á bakið og bar hana allan vegin heim. Írar vóru komnir inn á Hvalbiarfjørð fyri at ræna og ikki fóru teir fram við mýkindum. Fólkið flutti niðan í fjøllini til at skýla sær, meðan boð fór um oynna til at samla menn til verju. Hargarbrøðurnir fóru norður til Hvalbiar og høvdu við sær sum vápn ”kobbakeppar” við hvøssum jørnum í. Tá ið teir komu norður ímóti Káragjógv (sunnan fyri Hvalba) skiltust teir. Niklas fór í Káragjógv til at verja, hinir fóru í Ásgjógv har sum meginparturin av fíggindunum vóru stadir. Ein kom har Niclas stóð, hann var so óførur til støddar, at hann var ein knýttan neva millum eyguni. Hargarmaðurin fór ímóti honum og reiggjaði til við keppinum so írin small. Har lá hann og kiptist, tá tók Niklas korðan av honum og rendi ígjøgnum hann. Hargarbrøðurnir eltu írarnar oman Káragjógv og Ásgjógv. Ein av brøðrunum var úti á Flekki, men var horvin tá ið hinir komu og einki spor sást til hansara. Tá ið teir gingu oman fyri Lítla Hamar (vestast í Nesi), kom hann niðan frá vatninum, hann hevði elt ein íra til "Íradammin" og kruvt hann har. Niklas og Jógvan eltu tveir hinar ítastu av fíggindunum ið flýddu undan oman í Bø. Jógvan sló annan íran deyðan tætt við Gjørðagarð (hann skal liggja grivin í Slokkunum á Gjørðasondum). Niklas høgdi eftir hinum, eitt stórt høgg við keppinum, í tí at hann leyp um merkisgarðin millum Leirabø og Neystabø, men rakaði ikki. Høggið kom í garðin so har kom stórt skarð í - vallgrógvin garður var - og merkið eftir hesum høggi sigst at standa í garðinum enn. Tá flyddi alt íraliðið ið eftir var, í bátarnar og aftur á skipið. Síðan fóru teir undir segl. Stóra Dímun var boðin hargarbrøðrunum í løn fyri hetta avreksverk teirra. Teir róðu runt um oynna, men skoyttu ikki um at eiga hana: tí — hildu teir — eingin var fuglurin har afturímóti í Sumba. Sumba var útgivið ímóti nærum øllum Føroyalandi til fugl í teirri tíðini. Søgnin sigur at ein dagin sum hargarbrøðurnir vóru til útiróðara, kom herviligur stormur av landnyrðingi á teir og teir spurdust ikki aftur. Dánjal Petur í Gomlustovu hevur tó fortalt at hargabrøðurnir ikki gingu burtur, men at tað vóru brøður Niclas Thomasen (bóndi í Hørg frá 1688) sum gingu burtur henda dagin. Sterka Marjun var móðir Hargarbrøðurnar. Faðir hennara var Jenis Jógvansson bóndi í Laðangarði og bróðir hennara Símun Jenisson tók við Laðangarðs festinum í 1592. Marcel Kittel. Marcel Kittel (føddur 11. mai 1988) er ein týskur kappsúkklari, ið kappast fyri. Sum ungdómssúkklari var hann serfrøðingur í einkultstarti, tá vann hann eitt bronsuheiðursmerki í HM fyri súkklarar undir 23. Tá ið hann gjørdist professionellur súkklari í 2011, var hann blivin serfrøðingur í spurti, og hann hevur vunnið teinar í øllum trimum Grand Tour'unum. Rafał Majka. Rafał Majka (føddur 12. september 1989) er ein pólskur professionellur vegkappsúkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Hann er kendur sum ein sterkur klatrari, og gjørdist kendur á Giro d'Italia 2013, har hann endaði á einum samlaðum 7. plássi, og á 6. plássi árið eftir. Aðrir týðandi sigrar eru tríggir flallateinasigrar í Tour de France umframt at hann vann Fjallaklassifikatiónina í 2014 útgávuni og tveir teinar samlaður vinnari av Tour de Pologne 2014. Hann uppnátti sín fyrsta medaljusigur í einum Grand Tour, tá ið hann gjørdist nummar trý á Vuelta a España 2015. Sterka Marjun. Sterka Marjun var dóttir Jenis Símunarsonar í Laðangarði. Hon giftist við Símuni í Niðurhúsum, ið seinni varð bóndi í Kálgarði. Henda giftan var Jenisi hart ímóti og tí vildi hann einki geva dóttrini nakað í heimanfylgi. Men Marjun svór at hon skuldi ikki dvína fyri pápanum heldur enn Beinisvørð. Síðani tveitti hann henni Hargarbø. Óførur stimbur var í Marjuni. Hon saksaði alla Keypajørð (tríggjar gyllin), meðan hon gekk við tvíburabørnum. Tá kendi hon annan fótin tyngri á sær, segði hon. Teir høvdu fyrr til roysnis at bróta sperrur (seyðasperrur). Eina ferð tey fingust við at bera tara í Sumba, kom ein seyðasperra ið send var hagar. Henda sperran, til tjúktar sum ein kálvasperra, var farin víða um Føroyar, men eingin hevði verið førur fyri at bróta hana. Pápin kemur út á bakkan til dóttrina og heldur fyri: “Hygg Marjun mín! Her er ein sperra, sum eg havi funnið.” “Gud fyriláti tygum! Hvussu skal eg halda á einari sperru? Eg eri so útslipað av taranum.” ”Royn tað kortini” sigur Jenis. Hon tók tá sperruna, ballaði hana inn í skjúrtafaldin, setti annan endan í síðuna og annan í lærið, bendi so á og breyt. “Á, Marjun mín! Nú gjørdi tú øllum Føroyalandi fyri skommum.” Tá segði Marjun at hevði hon vitað tað, at sperran var farin so víða um landið, so skuldi hon aldri nomið hana. “Ovgóð vart tú so at fara!” helt Jenis – Hann hugsaði um giftuna. Eina ferð, meðan Símun í Niðurhúsum, maður Marjunar, var í útlondum, gjørdi Jenis eitt kyrringartippi í hagaparti hansara og slepti gimbrum sínum inn. Men Marjun fór upp um næturnar og burtur í haga til at ríva tippið niður og koyra gimbrar hansara út aftur úr haga sínum. Ein morgun møtti Jenis henni, tá hon var á vegnum heim aftur og segði tá við hana, at hevði tað ikki verið fyri tað sum hon bar undir beltinum (hon var við barn), so skuldi hon farið fyri eggina. Hon bað hann koma: Hann skuldi fylgja við út av eggini. Marjun hevði svorið at hon skuldi ikki dvína fyri pápanum heldur enn Beinisvørði. Tá ið tíðindi komu í Laðangarð at Marjun var deyð í barsilssong, segði Jenis við ein av húskallum sínum: “Hyggið mær út og vita um Beinisvørð stendur!” Ikki harmaði hann dóttrina meira. Sterka Marjun var móðir at hinum víðagitnu Hargabrøðrunum. Laðangarður. Laðangarður var ein bóndagarður í Sumba. Laðangarður spælir ein stóran leiklut í fleiri føroyskum sagnum. Regin í Hørg og sonur hansara Jenis Reginsson í Laðangarði komu úr Laðangarði. Jenis verður nevndur í søgnini um Toftaregin. Lars Bak. Lars Ytting Bak (føddur 16. januar 1980) er ein danskur professionellur kappsúkklari, ið kappast fyri UCI ProTour liðið. Jason Bateman. Jason Bateman (føddur 14. januar 1967 í New York) er ein amerikanskur filmsleikari, filmsleikstjóri og framleiðari, ið gjørdist kendur, tá ið hann spældi við í ymiskum tilburðarleikum (sitcoms) í 1980-árunum, sum t.d. "Silver Spoons" og "The Hogan Family". Í 2000-árunum spældi hann leiklutin sum Michael Bluth í sjónvarpsrøðini "Arrested Development", ið hann vann eina TV Land Award, Satellite Award og eina Golden Globe virðisløn fyri. Eftir hetta hevur hann harumframt spælt við í fleiri spælifilmum í Hollywood, eitt nú "Juno" (2007), "Hancock" (2008), "Up in the Air" (2009), "The Switch" (2010), "Horrible Bosses" (2011), "Paul" (2011), "The Change-Up" (2011), "Identity Thief" (2013), "Bad Words" (2014), "Horrible Bosses 2" (2014), "The Gift" (2015) og "Zootopia" (2016). Familja. Jason Beteman er yngri beiggi sjónleikarinnuna Justine Bateman. Hann og Amanda Anka vórðu gift í juli 2001. Tey eiga tvær døtur: Francesca Nora (fødd í 2006) og Maple Sylvie (fødd í 2012). Amanda Anka er dóttir sangaran Paul Anka. Yvirgangsálopini í Brussel í mars 2016. Hin 22. mars 2016 brustu tríggjar bumbur í Brussel, Belgia: tvær brustu í Brussel Floghavn umleið klokkan 8 lokala tíð og ein í Maelbeek metrostøð ein góðan tíma seinni, klokkan 9.11. Í minsta lagi 31 fólk vórðu dripin og í minsta lagi 300 vórðu særd. Ein triðja bumba, ið ikki var brostin, varð funnin sama dag í floghavnini. Álopini hendu fýra dagar eftir, at Salah Abdeslam, ið varð eftirlýstur fyri at vera við til at fremja hópdrápini í París í 2015, varð handtikin av løgregluni í Brussel. Sonevndi Islamiskur Statur hevur tikið ábyrgdina fyri bumbuspeingingunum. Ein føroyingur var millum tey særdu, talan er um studentaskúlalæraran Sólfinn Hansen, ið starvast á Miðnám á Kambsdali. Hann varð staddur í metroini, tá ið ein bumba brast har. Hann fekk skaða í høvdið men ikki so álvarsligan varð upplýst úr Brussel. Brussel Floghavn. Tað vóru tvær bumbuspreingingar í altjóða fráfaringarhøllini í Brussel Floghavnini, Zaventem, stutt eftir 08:00 lokala tíð; onnur nærindis kekk-inn borðini hjá American Airlines og Brussels Airlines, og hin nærindis eina Starbucks kaffistovu. Spreingingarnar knústu vindeyguni og stjórur skaði hendi inni í bygninginum. Sagt varð, at skot vóru skotin og at onkur hevði rópt á arabiskum, áðrenn spreinginarnar fóru fram. Ein ið starvaðist í floghavnini segði, at hann "hoyrdi onkran rópa á arabiskum, áðrenn spreingingarnar". Ein AK-47 rifla og ein triðja bumba vóru funnin í einari rannsakan í floghavnini eftir bumbubrestirnir. Bumban varð seinni oyðiløgd av myndugleikunum. Føderali ákærin í Belgia váttaði, at bumbuspreinginar við naglum vórðu framdar av sjálvmorðsbumbumonnum. Eftir álopini varð floghavnin stong, og allar fráferðir og tokferðsla til floghavnina varð avlýst. Maelbeek metrostøð. Ein góðan tíma eftir bumbuspreingingarnar í floghavnini, brast ein bumba í einum toki, ið koyrdi millum Maelbeek og Schuman metrostøðirnar nærindis Europa-Parlamentið klokkan 09:11 lokal tíð mitt í Brússel. STIB avlýsti alla almenna ferðslu í Brússel. Í minsta lagi 20 fólk vóru dripin. 126 fólk vórðu særd, harav 17 álvarsliga. Ein danskur ríkisborgari, ið er føroyingur, var ímillum tey særdu. Talan er um 38-ára gamla studentaskúlalæraran og klaksvíkingin Sólfinn Hansen. Hann varð staddur í metroini, tá ið bumbuspreinginin fór fram og fekk skaða í høvdið. Føroyska sendikvinnan Kate Sandersson hevði verið í samband við eina sjúkrasystir ið var um hann, og hon segði at hann hevði tað gott eftir umstøðunum. Sjálv slapp Kate ikki inn á sjúkrahúsið at vitja hann av trygdarávum. Boðað var frá, at hann var ikki í lívsvanda. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum tosaði við bróðir Sólfinn, ið eftir ætlan eisini skuldi havt verið við Sólfinni í Brússel, men settist aftur. Hann segði at tað hevði verið ein sera langur dagur fyri familjuna og at tey ikki vistu meira enn fjølmiðlarnir gjørdu. Dagin eftir var Sólfinn útskrivaður frá sjúkrahúsinum og fekk av læknunm loyvi til at ferðast. Offur. 31 sivilir persónar vórðu dripnir undir bumbuálopunum. 300 onnur vórðu særd, harav vórðu 61 álvarsliga særd. Tíggju doyðu í Brussel Floghavn (13 um gerningsmenninir verða taldir við), meðan 20 doyðu í metrostøðini (umframt 1 yvirgangsmaður). 81 onnur vórðu særd í floghavnini, meðan restin av teimum umleið 200 vórðu særd í metrostøðini. Bumbuálopini vórðu tann mest deyðiliga yvirgangshandlingin ið er hend í belgiskari søgu. Tey deyðu og særdu eru úr í minsta lagi 40 londum sambært belgiska uttanríkisráðharranum. Gerningsmenn. Tveir brøður, Khalid og Ibrahim el-Bakraoui, og Najim Laachraoui og ein ókendur maður, ið sæst á vakmyndatóli í floghavnini, hava sambært belgiskum myndugleikum saman við í minsta lagi einum øðrum framt bumbuálopini í ávikavist Brussel Floghavnini (Ibrahim og Najim og Fayçal) og í metroini við Maelbeek-støðina (Khalid). Hildið verður, at tað er Najim Laachraoui, ið er persónurin til vinstru á myndini, Ibrahim í miðjuni og Fayçal Cheffou til høgru. Cheffou slapp sær til rýmingar eftir at hava sett kuffertið við bumbuni frá sær. Fingramerki frá Ibrahim el-Bakraoui vórðu funnin á staðnum har ein av bumbunum brast í floghavnini. Í einum video fra vakmyndatóli síggjast teir tríggir menninir koma trillandi við hvør sínum viðførisvogni við stórum kuffertum, har ið bumburnar hava verið í. Sambært einum hýruvognsførara, ið koyrdi teir til floghavnina, so hevði hann roynt at hjálpa teimum við viðførinum, men teir høvdu biðið hann um at fara vekk. Laachraoui og Ibrahim síggja út til at vera í svørtum handskum á vinstru hond, har ið teir møguliga hava fjalt bumbuútloysaran. Garry Shandling. Garry Emmanuel Shandling (føddur 29. november 1949, deyður 24. mars 2016) var ein amerikanskur skemtari, sjónleikari, rithøvundur, framleiðari, og leikstjóri. Hann var kendastur fyri sítt arbeiði í "It's Garry Shandling's Show" og "The Larry Sanders Show". Jákup Mortensen. Jákup Mortensen (føddur 14. mai 1941) úr Vági, er føroyskur tónleikari og spældi við Red Boys. Hann er sonur Napoleon Mortensen, sum skrivaði sangin, "Vágsbygd Mín Heimbygd". Jákup hevur eisini gjørt lagið til sangin "Heimkoman" ið Faroe Boys góvu út í 1964, og hann skrivaði eisini sín egna sang "Rósan", ið Robert McBirnie sang inn fyrst til útvarpið í 1968, saman við bólkinum The Islanders, síðan á útgávuni Robert 25 ár, í 1984. Iguazufossar. Iguazufossur (á portugisiskum: Cataratas do Iguaçu) eru fossar á markinum millum Brasil og Argentina. Ferðafólk koma at hyggja at stórbæra fossinum. Fossarnir býta Iguazuánna sundur í ein ovara part og ein niðara part. Fossarnir eru í argentinska landslutinum Missiones og brasilska stakríkinum Paraná. Antoine Demoitié. Antoine Demoitié (føddur 16. oktober 1990, deyður 27. mars 2016) var ein belgiskur súkklari, ið seinast súkklaði fyri. Í september 2015 kunngjørdi hann, at hann fór at gevast í Wallonie-Bruxelles fyri at gerast partur av fyri 2016 sesongina. Demoitié doyði sunnudagin 27. mars 2016 á sjúkrahúsi, eftir at hann varð ákoyrdur av einari motorsúkklu. Óhappið hendi, eftir at hann var dottin á súkklu síni, meðan hann luttók í Gent–Wevelgem vegsúkklukappingini, tá ið hann reisti seg upp aftur kom motorsúkklan knappliga har og koyrdi á hann. Ny. Ny, Ν ν, er tann 13. bókstavurin í tí grikska alfabetinum. Lutefisk. Lutefisk er norskur matur, ið er gjørt av fiski. Brantevik. Brantevik er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 409 í 2010. Kalakukko. Kalakukko er siðbundin finskur matur úr landslutinum Savolax. Kalakukko er fiskur, kjøt og flesk, ið er bakað inn í deiggj, soleiðis at tað verður til eitt breyð við fiski, kjøti og fleski innan. Hesin rættur er serliga vælumtóktur í býnum Kuopio, ið liggur í Norður-Savolax. Breyði verður sum oftast bakað av rugmjøli, men hveitimjøl verður ofta brúkt saman við rugmjølinum, fyri at fáa deiggið smidligari. Fillan er fiskur, svínakjøt og flesk. Salt verður stroytt yvir kjøt og fisk, um ikki tað longu er saltað frammanundan. Kalakukko verður bakað í fleiri tímar, sum oftast í einum steinovni. Baltisk mál. Baltisku málini eru ein grein av indo-evropeisku málfamiljuni. Størstu baltisku málini eru litaviskt og lettiskt. * Finleif Mortensen. "Eg royni at foreinkla tað føroyska landslagið. Trekki bara tær grovu linjurnar upp og hugsi minni um smálutirnar. Vil heldur fanga rúttmuna í smáu húsunum á bygd og tær einføldu linjurnar á fjøllunum og oyggjunum". Hann málar abstrakt. Yndismotiv hansara eru úr Norðoyggjum og á Streymoynni. Hann er hugtikin av skiftandi ljósi og smáum bygdum við stórbærum fjøllum. Fyrstu ferð hann luttók á einari listaframsýning við fleiri ymiskum listafólkum var á Ólavsøkuframsýningini í 1985. Fineif hevði sína fyrstu listaframsýning einsamallur í 1985 í Smiðjuni í Lítluvík í Havn, tá var hann bert 20 ára gamal. Síðan tá hevur hann havt nógvar framsýningar í Føroyum og uttanlands, millum annað á Skt Gertrud í Keypmannahavn, Kunstgalleriet í Odense, Galleri Inuit í Ålborg og á Gallarí Fold í Reykjavík. Eisini hevur hann sýnt fram á listastevnunum Art Copenhagen og Art Herning. Finnleif gongur ofta túrar í fjøllunum í Føroyum, og tá tekur hann eisini nógvar myndir av føroysku náttúruni. Í 2015 gav hann út eina bók við 271 myndum úr øllum 18 oyggjunum í Føroyum. Bókin fekk heitið Kom upp á fjallatind. Anker Jørgensen. Anker Henrik Jørgensen (føddur 13. juli 1922 í Keypmannahavn, deyður 20. mars 2016 í Keypmannahavn) var ein danskur sosialdemokratiskur politikari, sum var forsætisráðharri Danmarkar frá 1972 til 1973 og frá 1975 til 1982. Anker Jørgensen hevði verið virkin innan fakfelagsvirksemi síðan 1950, tá ið hann gjørdist lokalpolitikari í Keypmannahavn 1961-1964, hann var fólkatingslimur 1964-1994 og formaður fyri Socialdemokraterne 1972-1987. Hann var síðan forsætisráðharri 1972-1973 og 1975-1982 og uttanríkisráðharri eitt stutt skifti í 1978. Lív. Anker Henrik Jørgensen varð føddur 13. juli 1922 í Keypmannahavn. Hann var sonur vognstjóran Johannes Albert Jørgensen og vaskikonu Karen Marie Jørgensen. Pápin doyði, tá hann var tvey ára gamal (1924), og mamman, tá hann var fimm ára gamal (1928); bæði foreldrini doyðu av tuberklasjúkuni. Hann vaks upp hjá fastur síni, Karla Marie Sofie Jacobsen (f.1890 – d.1975), ið var tubbaksarbeiðari, og manni hennara, ið var bilførari á Christianshavn. Anker varð settur í Det Kongelige Opfostringshus og gekk í skúla til 7. flokk. Síðan var hann arbeiðsdrongur, boðdrongur og goymslumaður á pappírsgoymsluni hjá FDB í Njalsgade á Islands Brygge, bert avbrotið av hertænastuni. Hann tók preliminerprógv á kvøldskúla í 1949. Privat. Hann giftist í 1948 við Ingrid Kvist Pedersen (fødd 1922 – deyð 1997), hon var dóttir arbeiðsformannin Søren Pedersen og Krestine Pedersen úr Pindstrup á Djursland. Hon doyði í 1997 av vøddasvinni (Amyotrofisk lateral sklerose), og síðan tá var Anker Jørgensen virkin við at stuðla Muskelsvindfonden. Ingrid og Anker Jørgensen fingu fýra børn (millum annað Peter Kvist Jørgensen), og parið búði alt lívið í Sydhavnen. Í 2008 flutti Anker Jørgensen á røktarheimið Plejebo frá íbúðini á Borgbjergsvej nr. 1, har fleiri ríkisleiðarar hava vitjað á 3. hædd til vinstru. Sjálvt meðan hann var forsætisráðharri, segði hann nei takk til at búgva á Marienborg, men bleiv í staðin búgvandi í íbúðini í Sydhavnen. Anker Jørgensen andaðist stillisliga hin 20. mars 2016 við sínum nærmastu rundan um seg. 2. apríl fór hann úr Grundtvigs Kirke á Bispebjerg og varð jarðaður í somu grøv, har ið kona hansara lá grivin á Vestre Kirkegård. Politisk lívsleið. Anker Jørgensen fór ígjøgnum tey vanligu liðini hjá sosialdemokratunum í DUI og DSU og gjørdist tíðliga politiskt virkin. Í 1950 gjørdist hann næstformaður í Lager- og Pakhusarbejdernes Forbund, í 1956 gjørdist hann formaður. Í 1962 gjørdist hann formaður fyri Transportgruppen og í 1968 formaður fyri Dansk Arbejdsmands- og Specialarbejderforbund, sum seinni bleiv til SID (Specialarbejderforbundet i Danmark). Hann var limur í Københavns Borgerrepræsentation tíðarskeiðið 1961-64 og varð í 1964 valdur í Fólkatingið, har hann var á vinstravonginum hjá Sosialdemokratunum. Anker Jørgensen var formaður fyri Socialdemokraterne frá 1972 til 1987, tá ið Svend Auken avloysti hann. Tvær ferðir (1986 og 1991) var hann forseti fyri Norðurlandaráðið. Í stjórnartíðini hjá Anker Jørgensens varð Lønmodtagernes Dyrtidsfond settur á stovn og eftirlønin varð innførd, eins og Anker Jørgensen sjálvur legði stóran dent á endursamráðingarnar við A.P. Møller um partin hjá ríkinum frá oljuinntøkunum úr Norðsjónum. Anker Jørgensen vitjaði í 1990 Irak og einaræðisharran Saddam Hussein, ið brúkti Anker til at vísa umheiminum, at hann ikki ynskti at skaða danskar gíslar, og síðan vóru gíslarnir leyslatnir. Seinni vildi Anker ikki úttala seg um Flógvakríggið. Anker varð eitt nú kendur sum "Jern-Anker" (eftir tekningum hjá Bo Bojesen). Liberal Alliance. Liberal Alliance er ein liberalur og klassiskt liberalur politiskur flokkur í Danmark. Eftir Fólkatingsvalið 2015 hevur flokkurin 13 sessir í Fólkatinginum. Flokkurin er ein partur at mið-høgra bláa blokkinum í donskum politikki saman við Venstre, Det Konservative Folkeparti og Dansk Folkeparti. Radikale Venstre. Radikale Venstre (Danmarks social-liberale parti) (fyrr: Det Radikale Venstre, í miðlunum ofta nevnt De Radikale, stytt RV, R ella B) er ein sosialliberalur danskur politiskur flokkur, ið ofta hevur ein lyklaleiklut í Fólkatinginum. Síðan september 2014 hevur floksformaðurin verið Morten Østergaard, ið var búskapar- og innanríkisráðharri í Aðru stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt. Kristian Thulesen Dahl. Kristian Thulesen Dahl (føddur 30. juli 1969 í Brædstrup, Danmark) er ein danskur politikari og formaður í Dansk Folkeparti. Hann umboðaði Fremskridtspartiet í Fólkatinginum 1994-1995, og síðan var hann ein av stovnarunum av Dansk Folkeparti, har hann hevur verið limur og umboða flokkin á Fólkatingi síðan stovnanina í 1995. Thulesen Dahl tók við formanssessinum á ársfundinum hjá Dansk Folkeparti í september 2012, eftir at táverandi forkvinnan Pia Kjærsgaard hin 7. august 2012 boðaði frá, at hon fór frá sum floksleiðari. René Goscinny. René Goscinny (føddur 14. august 1926 í París í Fraklandi, deyður 5. november 1977 í París) var ein franskur teknirøðrithøvundur, -redaktørur og -teknari av pólskari ætt. Heimskendur sum rithøvundur til Asterix, Lucky Luke og Iznogood, men skrivaði ella teknaði einar 11 teknirøðir og eina barnabókarøð. Morris (teknari). Belgiumaðurin Maurice De Bevere (føddur 1. desember 1923 í Kortrijk, Belgia, deyður 16. juli 2001 í Brussel, Belgia) er betur kendur undir dulnevninum Morris. Hann skapti teknirøðina Lucky Luke í 1946. Hann teknaði røðina restina av ævi sínari, men í 1955 fekk hann René Goscinny at skriva tekstin. Eftir at Goscinny doyði í 1977, skrivaðu aðrir søgurnar. Achdé. Franski listamaðurin Hervé Darmenton (føddur 30. jul 1961 í Lyon) er betur kendur undir dulnevninum Achdé, sum er gjørt burtur úr fronsku úttaluni av forbókstavunum í navninum. Achdé tók yvir at tekna Lucky Luke eftir Morris. Eins og Morris dámar honum best at tekna, men hann hevur eisini skrivað onkrar av søgunum. Hergé. Belgiumaðurin Georges Prosper Remi (22. mai 1907, Etterbeek við Bruxelles – 3. mars 1983 í Bruxelles) er betur kendur undir dulnevninum Hergé, sum er gjørt burtur úr fronsku úttaluni av forbókstavunum í navninum. Hann er heimskendur fyri teknirøðina Tintin, men hann hevur eisini skapt einar 7 aðrar teknirøðir. Cesare Maldini. Cesare Maldini (5. februar 1932 – 3. apríl 2016) var ein italskur fótbóltsvenjari og leikari, ið spældi við italska felagnum A.C. Milan størstapartin av fótbóltslívsleið síni, og eisini seinni sum venjari. Hann var ein høgt virdur verjuleikari, ið dugdi væl at skipa spælið, hann spældi elegant og hevði góðan tøkniligan førleika og dugdi væl at lesa ein dyst. Hann spældi oftast sum miðverjuleikari ella svipari, men kundi eisini væl spæla sum høgri bakkur. Tá talan er um fótbólt innan feløg, so vann Maldini 4 Serie A league titlar og 1 UEFA Champions League við Milan. Innan altjóða fótbólt spældi hann 14 landsdystir fyri Italia og luttók í HM í fótbótli 1962. Sum venjari kláraði hann seg sera væl, tá ið hann stóð á odda fyri U-21 landsliðnum hjá Italia, har liðið gjørdist evropameistari trý ár á rað, og tað er met. EM í svimjing 2016. EM i svimjing og vatnítrótti 2016 var frá 9. til 22. mai 2016 í London, Stórabretlandi. Viktor Bromer. Viktor Bregner Bromer er ein danskur svimjari. Hann vann gull í 200 metrum firvald á EM í svimjing 2014 og hevur vunnið silvur í somu grein á EM í svimjing á stuttgeil. Hann hevur sett danskt og norðurlendskt met í 200 meter firvald. Hann hevur kvalifiserað seg til OL 2016 í 200 metrum firvald. Hoofddorppleinbuurt. Hoofddorppleinbuurt er ein býarpartur í Amsterdam. Býarparturin hevur 10 771 íbúgvar (2005). Negen Straatjes. Negen Straatjes (merkir "Tær nýggju lítlu gøturnar" á niðurlendskum) er ein býarpartur í Amsterdam. Býarparturin fevnir um tær nýggju síðugøturnar til Prinsengracht, Keizersgracht, Herengracht og Singel í miðbýnum í Amsterdam, og hesin býarpartur hevur marknaðarført seg við hesum navninum síðan 1990'ini. Niacin. Niacin, ella vitamin B3, er ein vatnupploysilig vitamin við frymilinum C6H5NO2. Eyga. Eyga er yrkisgagn at síggja við. Oyra. Oyra er yrkisgagn at hoyra við. Jüri Pootsmann. Jüri Pootsmann (føddur 1. juli 1994) er ein estiskur sangari. Hann umboðaði Estland í Eurovision Song Contest 2016 við sanginum "Play". Sum smádrongur kundi hann syngja við so høgari rødd, at hann sang í gentukóri heldur enn dreingjakóri. Hann var í Danmark sum skiftinæmningur í eitt ár, og tað var har hann fann útav, at hann hevði góða rødd at syngja við. Hann lærdi eisini at tosa flótandi danskt, meðan hann búði í Danmark og dugir tað enn. HM í svimjing á stuttgeil. HM í svimjing á stuttgeil var fyrstu ferð fyriskipað í 1993. Kappingin verður fyriskipað annað hvørt ár, frá 1993-1999 var tað ólíka ár, men síðan 2000 hevur kappingin verið líka ár. Svimjikappingarnar fara fram í 25-metra longum svimjihylum. Olympiska longdin av svimjihylum er 50 metrar. Hiiumaa (landslutur). Hiiumaa er ein landslutur í Estlandi. Fólkatalið var 8 582 í 2015. Kärdla er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Kommunur. Tað eru 4 kommunur í landslutinum. Harjumaa. Harjumaa er ein landslutur í Estlandi. Fólkatalið var 575 601 í 2015. Tallinn er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Ida-Virumaa. Ida-Virumaa er ein landslutur í Estlandi. Fólkatalið var 147 597 í 2015. Jõhvi er høvuðsbýur og Narva er størsti býur í landslutinum. Järvamaa. Järvamaa er ein landslutur í Estlandi. Fólkatalið var 30 109 í 2015. Paide er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Jõgevamaa. Jõgevamaa er ein landslutur í Estlandi. Fólkatalið var 30 841 í 2015. Jõgeva er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Läänemaa. Läänemaa er ein landslutur í Estlandi. Fólkatalið var 24 070 í 2015. Haapsalu er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Lääne-Virumaa. Lääne-Virumaa er ein landslutur í Estlandi. Fólkatalið var 59 039 í 2015. Rakvere er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Võrumaa. Võrumaa er ein landslutur í Estlandi. Fólkatalið var 33 172 í 2015. Võru er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Valgamaa. Valgamaa er ein landslutur í Estlandi. Fólkatalið var 29 944 í 2015. Valga er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Tartumaa. Tartumaa er ein landslutur í Estlandi. Fólkatalið var 151 377 í 2015. Tartu er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Kommunur. Landsluturin er býttur sundur í 22 kommunur, harav 3 eru býarkommunur. Viljandimaa. Viljandimaa er ein landslutur í Estlandi. Fólkatalið var 47 010 í 2015. Viljandi er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Saaremaa (landslutur). Saaremaa er ein landslutur í Estlandi. Fólkatalið var 31 706 í 2015. Kuressaare er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Raplamaa. Raplamaa er ein landslutur í Estlandi. Fólkatalið var 34 436 í 2015. Rapla er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Pärnumaa. Pärnumaa er ein landslutur í Estlandi. Fólkatalið var 82 349 í 2015. Pärnu er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Põlvamaa. Põlvamaa er ein landslutur í Estlandi. Fólkatalið var 27 438 í 2015. Põlva er høvuðsbýur og størsti býur í landslutinum. Prince. Prince Rogers Nelson (føddur 7. juni 1958 – deyður 21. apríl 2016) var ein amerikanskur sangari, sangskrivari, fjøl-ljóðførisleikari, tónleikaframleiðari og sjónleikari. Prince varð føddur í Minneapolis og menti ein áhuga fyri tónleiki sum smádrongur, hann skrivaði sín fyrsta sang sum 7 ára gamal. Sum tannáringur upptók hann fleiri sangir saman við systkinabørnum sínum í teirra orkestri ið nevndist 94 East. Sum 19 ára gamal upptók Prince fleiri demo-bond, ið tó ikki hepnaðust væl. Men í 1978 útgav hann sítt fyrstu album "For You", tað var við hjálp frá Owen Husney. Pláta hansara frá 1979 "Prince" fekk platin orsakað av at stakløgini "Why You Wanna Treat Me So Bad?" og "I Wanna Be Your Lover" vórðu sera vælumtókt. Suksein helt áfram við teimum trimum næstu plátunum. Í 1984 byrjaði hann at umrøða sítt backup-orkestur sum The Revolution og útgav "Purple Rain", ið eisini bleiv filmslag til hansara fyrsta film við sama navni. Diskografi. "Hetta er eitt yvirlit yvir útvald album, ið Prince hevur útgivið síðan fyrstu plátuna í 1978. Liège-Bastogne-Liège. Liège-Bastogne-Liège er ein eindagssúkklukapping í Belgia, byrjað verður í Liège, leiðin gongur til Bastogne og síðan aftur til Liège. Kappingin er tann elsta av teimum sonevndu várklassikarunum. Hon varð hildin á fyrsta sinni í 1892, og tí verður kappingin ofta nevnd "la Doyenne", tvs. "Tann Elsta Daman". Vuelta a España. Vuelta a España, "Spania Runt", er ein sponsk teinasúkklukapping. Kappingin hoyrir saman við Tour de France og Giro d'Italia, saman eru hesar tríggjar tann stóra teinakappingin, har Tour de France tó er tann týdningarmiklasta. Fyrsta kappingin var í 1935, har 50 luttakarar skuldu gjøgnumføra 3411 km ká 14 teinar. Í dag varir kappingin í tríggjar vikur. Teinasigrar per súkklara. 15 súkklarar hava vunnið í minsta lagi 10 teinar. Virknir súkklarar eru við feitari skrift Grand Tour. Í vegsúkklukapping, merkir Grand Tour ein av trimum stórum evropeiskum professionellum teinasúkklukappingum: Tour de France, Giro d'Italia og Vuelta a España. Um seinastu kappingarnar. Giro d'Italia Tour de France Vuelta a España Grand Tour vinnarar. A.  Lance Armstrong vann sjey fylgjandi tour-kappingar frá 1999 til 2005. Men í oktober 2012 misti hann allar sínar titlar, tá UCI avgjørdi at taka teir frá honum orsakað av at hann hevði nýtt doping. Í oktober 2014 avgjørdi Tour de France at lata navnið á Armstrong vera á listanum yvir fyrrverandi vinnarar, tó skuldi navn hansara vera gjøgnumstrikað. Alberto Contador. Alberto Contador Velasco (føddur 6. desember 1982 í Madrid) er ein spanskur professionellur vegkappsúkklari, ið kappast fyri tað russiska ProTour-liðið Tinkoff, ið hann gjørdist partur av tá ið 2011 sesongin byrjaði. Áðrenn tað hevði hann í tríggjar sesongir havt tríggjar sera væleydnaðar sesongir við Astana Team. Bjarne Riis. Bjarne Lykkegård Riis (føddur 3. apríl 1964 í Herning) er fyrrverandi danskur súkklari og vinnari av Tour de France 1996. Hann er fyrrverandi eigari av tí danska súkkluliðnum gjøgnum fyritøkuna Riis Cycling A/S. Fyritøkan Riis Cycling A/S varð í desember 2013 seld til tann russiska ríkmannin Oleg Tinkoff. Edvald Boasson Hagen. Grand Tours Eindags og klassiskar kappingar Edvald Boasson Hagen (føddur 17. mai 1987 i Rudsbygd) er ein norskur kappsúkklari, ið súkklar fyri tað suðurafrikanska UCI WorldTour-liðið Team Dimension Data. Hann hevur fyrr súkkla fyri tað bretska liðið Team Sky í fimm sesongir frá 2010 til 2014, og tað amerikanska liðið HTC-Highroad í tvær sesongir frá 2008 til 2009. HM í svimjing 2015. Tað 16. HM í svimjing (,) varð hildið í Kazan, Russland frá 24. juli til 9. august 2015. Heiðursmerki. Tað vóru tilsamans 75 sett av heiðursmerkjum. FC Dynamo Kyiv. FC Dynamo Kyїv er eitt fótbóltsfelag úr Kyiv, Ukraina, sum varð stovnað í 1927. Heimastadion hjá felagnum er NSC Olimpijs'kyj, sum rúmar 70.050 áskoðarum. Oyggjaskeggi. Oyggjaskeggi er eitt føroyskt tíðarrit fyri føroyingar í Danmark. Blaðið var stovnað í 1948. Malmö högskola. Malmö högskola er ein lærdur háskúli í Malmö, sum varð settur á stovn í 1998. Har eru fimm fakultet. Universiteit van Amsterdam. Universiteit van Amsterdam er ein lærdur háskúli í Amsterdam, sum varð settur á stovn í 1632. Har eru sjey fakultet. Vrije Universiteit Amsterdam. Vrije Universiteit Amsterdam er ein lærdur háskúli í Amsterdam, sum varð settur á stovn í 1880. Københavns Universitet. Københavns Universitet er ein lærdur háskúli í Keypmannahavn, sum varð settur á stovn í 1479. Har eru seks fakultet. Jónleif Johannesen. Jónleif Johannsen (føddur 1978, uppvaksin í Dali) er ein føroyskur lærari, fakfelagsmaður og politikari (Javnaðarflokkurin). Bakgrund. Jónleif Johannesen er dalbingur, ið býr í Klaksvík. Hann gekk á studentaskúlanum í Hoydølum, og síðan tók hann læraraútbúgving frá KDAS. Hann arbeiðir sum lærari á Skúlanum á Fossánesi í Klaksvík, men hevur farloyvi frá starvinum, meðan hann hevur sæti á Tingi. Í 2008 varð hann valdur í nevndina fyri Føroya Lærarafelag í 2010 varð hann valdur til næstformann í nevndini. Hann hevur eisini verið limur í Fólkaskúlaráðnum. Í frítíðini dansar hann føroyskan dans og er ein av teimum ið er vanur at skipa kvæðir. Hann hevur eisini gjørt fleiri útvarpssendingar um føroyskan dans og kvæði. Hann er formaður fyri Slái Ring. Politisk lívsleið. Á løgtingsvalinum 2015 stillaði hann upp fyri Javnaðarflokkin, men varð ikki valdur. Eftir at samgonga varð skipað tók hann tó sæti á Tingi sum fastur varamaður hjá Eyðgunn Samuelsen, eftir at hon varð vald til landsstýriskvinnu í almannamálum í stjórnini hjá Aksel V. Johannesen. Háskóli Íslands. Háskóli Íslands er ein lærdur háskúli í Reykjavík, sum varð settur á stovn í 1911. Premier League 2012-13. Premier League 2012-13 (kent sum Barclays Premier League vegna fíggjarligan stuðul) var tann 21. sesongin av Premier League, ið er tann enska fótbóltskappingin fyri feløg, síðan hon varð stovnað í 1992. Skráin fyri dystirnir var kunngjørd 18. juni 2012. Luis Suárez. Luis Alberto Suárez Díaz (; føddur 24. januar 1987) er ein uruguaiiskur fótbóltsleikari, ið spælir fyri spanska felagið Atlético Madrid og fótbóltslandsliðið hjá Uruguai sum álopsleikari. Hann spældi við Barcelona frá 2014 til 2020. Í juli 2014 flutti hann frá Liverpool til Barcelona, kostnaðurin var £65 milliónir (€82 milliónir), og tað gjørdi hann til ein av teimum dýrastu fótbóltsleikarunum í fótbóltssøguni. Summar-OL 2016. Summar OL 2016 verða teir 31. Olympisku summarleikirnir, ið verða hildnir í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Roman Šebrle. Roman Šebrle (føddur 26. november 1974 í Lanškroun) er ein kekkiskur ítróttamaður, sum íðkar frælsan ítrótt. Hann vann eitt gull heiðursmerki á Summar-OL 2004 og silvur á Summar-OL 2000. Estland á Summar-OL 2004. Estland luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Athen, Grikkaland, í døgunum 13. august til 29. august 2004. Í alt vóru tað 42 ítróttafólk úr Estlandi í 11 ítróttagreinum á Summar-OL 2004. Kjartan Hoydal. Kjartan Hoydal (føddur 12. september 1941 í Keypmannahavn, deyður 2. mai 2016 í Tórshavn) var ein føroyskur fiskifrøðingur. Lívsleið. Eftir kríggið búði familjan í Klaksvík eitt skifti, tá ið pápin arbeiddi hjá Kjølbro, og síðani fluttu tey til Havnar, tá ið pápin fekk starv í fiskivinnustovuni í Tinganesi. Tá búsettist familjan uppi á Hálsi í Havn. Eitt skifti miðskeiðis í fimmtiárunum vóru tey í Latínamerika, har pápin í ST høpi arbeiddi í Ekvator. Kjartan leyk studentsprógv í Sorø og las síðani lívfrøði við serligum atliti til fiskiskap og fiskivinnu á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Áðrenn hann í 1971 flutti aftur til Føroya, arbeiddi Kjartan í tvey ár hjá Danmarks Fiskeriundersøgelser, og eftir at vera fluttur heim var hann í ellivu ár og fram til 1982 á Fiskirannsóknarstovuni. Longu 1982-1983 var hann í starvi hjá ICES. Onkuntíð undirvísti hann í Hoydølum. Hann hevur eisini starvast sum skrivstovustjóri á løgmansskrivstovuni. Hann hevur eisini drúgvar royndir sum granskari og embætismaður innan altjóða umsitingarligar stovnar, so sum Nafo, NEAFC, Nammco og Ices. Í 1986 umskipaði landsstýrið hjá Atla Dam umsitingina av fiskivinnuni. Lýst varð eftir fiskivinnustjóra, og Kjartan Hoydal varð settur í starvið, sum hann røkti fram til 1996. Tá fór Kjartan at starvast uttan fyri landoddarnar. Fyrst var hann aðalskrivari í NORA – North Atlantic Cooperation – í fimm ár og fram til 2001, og síðani var hann í stívliga tíggju ár – fram til í juni 2011 – í starvi hjá NEAFC, sum hevur høvuðsskrivstovu í London, hagar Kjartan flutti at búgva. Saman við fleiri løgfrøðingum var hann miðskeiðis í nítiárunum við til at skriva álitið um nýggja stýrisskipan. Familja. Kjartan Hoydal er eitt av børnunum hjá skaldinum og politikaranum Karsten Hoydal og Mariu Louisu, fødd Falk-Rønne. Hann var pápi politikaran Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi. Hini børnini hjá Kjartan Hoydal eru Annika, Katrin og Marita frá fyrru giftu við Gunvør og Tóra frá seinni giftu við Ingun í Skrivarastovu. Kjartan hevði tvíburðabróðirin, rithøvundan og arkitektin Gunnar Hoydal, systrina, sjónleikaran og songkvinnuna Anniku Hoydal og bróðirin Egil Hoydal. Barbados á Summar-OL 2004. Barbados luttekur á Olympisku leikunum, sum vera í Athen, Grikkaland, í døgunum 13. august til 29. august 2004. Í alt eru tað 10 ítróttafólk úr Barbados í 5 ítróttagreinum á Summar-OL 2004. Aruba á Summar-OL 2004. Aruba luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Athen, Grikkaland, í døgunum 13. august til 29. august 2004. Í alt vóru tað 4 ítróttafólk úr Aruba í 3 ítróttagreinum á Summar-OL 2004. Nauru á Summar-OL 2004. Nauru luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Athen, Grikkaland, í døgunum 13. august til 29. august 2004. Í alt vóru tað 3 ítróttafólk úr Nauru í 1 ítróttagreini á Summar-OL 2004. Mali á Summar-OL 2004. Mali luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Athen, Grikkaland, í døgunum 13. august til 29. august 2004. Í alt vóru tað 23 ítróttafólk úr Mali í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2004. Togo á Summar-OL 2004. Togo luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Athen, Grikkaland, í døgunum 13. august til 29. august 2004. Í alt vóru tað 3 ítróttafólk úr Togo í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2004. Kiribati á Summar-OL 2004. Kiribati luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Athen, Grikkaland, í døgunum 13. august til 29. august 2004. Í alt vóru tað 3 ítróttafólk úr Kiribati í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2004. Honduras á Summar-OL 2004. Honduras luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Athen, Grikkaland, í døgunum 13. august til 29. august 2004. Í alt vóru tað 5 ítróttafólk úr Honduras í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2004. Summar-OL. Summar-OL (teir olympisku summarleikirnir) er ein altjóða fleir-ítróttastevna, ið verður hildin fjórða hvørt ár. Teir olympisku summarleikirnir er tann ítróttastevnan ið er hægst í metum millum allar ítróttastevnur í heiminum. Summar-OL 2008. Olympisku summarleikirnir 2008 vóru teir 29. í røðini av nýtíðar olympisku leikunum og vóru hildnir í Peking í Kina millum 8 og 24. august 2008. Kiribati á Summar-OL 2012. Kiribati luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 3 ítróttafólk úr Kiribati í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Nauru á Summar-OL 2012. Nauru luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 2 ítróttafólk úr Nauru í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Tuvalu á Summar-OL 2012. Tuvalu luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 3 ítróttafólk úr Tuvalu í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Corto Maltese. Corto Maltese er heitið á einari teknirøð og á høvuðspersóninum í henni. Hugo Pratt úr Italia skrivaði og teknaði 29 søgur um Corto Maltese, 21 stuttsøgur á 20 síður og 8 longri verk; verkini eru skapað frá 1967 til 1989. í 2015 er røðin tikin uppaftur, nú skrivar Juan Díaz Canales og Rubén Pellejero teknar, báðir eru úr Spania. Hugo Pratt ferðaðist nógv, og ein stóran part av tíðini, meðan hann skapaði verkini, búði hann í Frankaríki og Sveis. Millum annað tí eru flestu søgurnar komnar fyrst út á fronskum. Allar søgurnar eru givnar út á donskum, meðan umleið 2/3 av søgunum eru givnar út á norskum og svenskum. Yvirlit. Útgávur við bláari skrift eru í litum, útgávur við brúnar skrift eru í svart-hvítum. Ísland á Summar-OL 2012. Ísland luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 28 ítróttafólk úr Íslandi í 6 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Giro d'Italia 2016. Giro d'Italia 2016 er tann 99. útgávan av Giro d'Italia. Súkklukappingin byrjar 6. mai 2016 við trimum kappingum í Niðurlondum og fer síðan inn í Frakland og síðan er restin av kappingini í Italia og endar 29. mai 2016 í Torino, Italia. Danmark á Summar-OL 2004. Danmark luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Athen, Grikkaland, í døgunum 13. august til 29. august 2004. Í alt vóru tað 92 ítróttafólk úr Danmark í 16 ítróttagreinum á Summar-OL 2004. Ísland á Summar-OL 2004. Ísland luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Athen, Grikkaland, í døgunum 13. august til 29. august 2004. Í alt vóru tað 26 ítróttafólk úr Íslandi í 5 ítróttagreinum á Summar-OL 2004. Tonga á Summar-OL 2012. Tonga luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 3 ítróttafólk úr Tonga í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Ísland á Summar-OL 2008. Ísland luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 29 ítróttafólk úr Íslandi í 5 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Danmark á Summar-OL 2008. Danmark luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 84 ítróttafólk úr Danmark í 16 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Føroyski rógvarin Katrin Olsen umboðaði Danmark í dupultscullara. Hon gjørdist fyrsti føroyingur, ið luttók á Olympisku Summarleikunum. Togo á Summar-OL 2008. Togo luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 4 ítróttafólk úr Togo í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Tuvalu á Summar-OL 2008. Tuvalu luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 3 ítróttafólk úr Tuvalu í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Kiribati á Summar-OL 2008. Kiribati luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 2 ítróttafólk úr Kiribati í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Tonga á Summar-OL 2008. Tonga luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 3 ítróttafólk úr Tonga í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Danmark á Summar-OL 2000. Danmark luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Sydney, Avstralia, í døgunum 15. september til 1. oktober 2000. Í alt vóru tað 97 ítróttafólk úr Danmark í 16 ítróttagreinum á Summar-OL 2000. Ísland á Summar-OL 2000. Ísland luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Sydney, Avstralia, í døgunum 15. september til 1. oktober 2000. Í alt vóru tað 18 ítróttafólk úr Íslandi í 5 ítróttagreinum á Summar-OL 2000. Tonga á Summar-OL 2000. Tonga luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Sydney, Avstralia, í døgunum 15. september til 1. oktober 2000. Í alt vóru tað 3 ítróttafólk úr Tonga í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2000. Estland á Summar-OL 2000. Estland luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Sydney, Avstralia, í døgunum 15. september til 1. oktober 2000. Í alt vóru tað 33 ítróttafólk úr Estlandi í 11 ítróttagreinum á Summar-OL 2000. Honduras á Summar-OL 2000. Honduras luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Sydney, Avstralia, í døgunum 15. september til 1. oktober 2000. Í alt vóru tað 20 ítróttafólk úr Honduras í 3 ítróttagreinum á Summar-OL 2000. Mali á Summar-OL 2008. Mali luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 17 ítróttafólk úr Mali í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Mali á Summar-OL 2012. Mali luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 6 ítróttafólk úr Mali í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Haiti á Summar-OL 2012. Haiti luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 5 ítróttafólk úr Haiti í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Iran á Summar-OL 2012. Iran luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 53 ítróttafólk úr Iran í 14 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Vanuatu á Summar-OL 2012. Vanuatu luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 5 ítróttafólk úr Vanuatu í 3 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Guam á Summar-OL 2012. Guam luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 8 ítróttafólk úr Guam í 5 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Barbados á Summar-OL 2008. Barbados luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 8 ítróttafólk úr Barbados í 3 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Aruba á Summar-OL 2008. Aruba luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 2 ítróttafólk úr Aruba í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Svøríki á Summar-OL 2008. Svøríki luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 134 ítróttafólk úr Svøríki í 19 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Svøríki á Summar-OL 2000. Svøríki luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Sydney, Avstralia, í døgunum 15. september til 1. oktober 2000. Í alt vóru tað 150 ítróttafólk úr Svøríki í 22 ítróttagreinum á Summar-OL 2000. Guam á Summar-OL 2000. Guam luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Sydney, Avstralia, í døgunum 15. september til 1. oktober 2000. Í alt vóru tað 7 ítróttafólk úr Guam í 5 ítróttagreinum á Summar-OL 2000. Aruba á Summar-OL 2000. Aruba luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Sydney, Avstralia, í døgunum 15. september til 1. oktober 2000. Í alt vóru tað 4 ítróttafólk úr Aruba í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2000. Namibia á Summar-OL 2000. Namibia luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Sydney, Avstralia, í døgunum 15. september til 1. oktober 2000. Í alt vóru tað 11 ítróttafólk úr Namibia í 6 ítróttagreinum á Summar-OL 2000. Tom Dumoulin. Tom Dumoulin (føddur 11. november 1990) er ein niðurlendskur professionellur vegkappsúkklari, ið súkklar fyri UCI WorldTeam. Hann vann heimsmeistaraskapin í einkultstarti í 2017, árið eftir vann hann silvur. Hann vann Giro d'Italia í 2017 og hevur vunnið teinar (etapur) í øllum trimum Grand Tours. Danmark á Summar-OL 1896. Danmark luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Athen, Grikkaland, í døgunum 6. apríl til 15. apríl 1896. Í alt vóru tað 3 ítróttafólk úr Danmark í 5 ítróttagreinum á Summar-OL 1896. Danmark á Summar-OL 1928. Danmark luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Amsterdam, Niðurlond, í døgunum 28. juli til 12. august 1928. Í alt vóru tað 91 ítróttafólk úr Danmark í 14 ítróttagreinum á Summar-OL 1928. Haiti á Summar-OL 1928. Haiti luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Amsterdam, Niðurlond, í døgunum 28. juli til 12. august 1928. Í alt vóru tað 2 ítróttafólk úr Haiti í 1 ítróttagreini á Summar-OL 1928. Haiti á Summar-OL 2000. Haiti luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Sydney, Avstralia, í døgunum 15. september til 1. oktober 2000. Í alt vóru tað 5 ítróttafólk úr Haiti í 3 ítróttagreinum á Summar-OL 2000. Estland á Summar-OL 1928. Estland luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Amsterdam, Niðurlond, í døgunum 28. juli til 12. august 1928. Í alt vóru tað 20 ítróttafólk úr Estlandi í 5 ítróttagreinum á Summar-OL 1928. Palau á Summar-OL 2012. Palau luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 5 ítróttafólk úr Palau í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. UCI World Tour 2016. UCI World Tour 2016 er tann sætta útgávan av UCI World Tour. Hon inniheldur 27 eindags- og teinakappingar í Evropa, Avstralia og Kanada. Kappingar. Allar kappingar frá UCI World Tour 2015 eru tiknar við, hóast summar kappingar eftir ætlan skulu haldast onnur tíðspunkt enn tann fyrra útgávan av kappingini. Fyri 2016 sesongina hevur UCI innført eina nýggja stigatalvu-skipan ið fer at koyra við síðuna av tí vanligu WorldTour ranking-skipanini. Tann nýggja World Rankings fer at koyra yvir eitt tíðarskeið á 52 vikur eins og ATP og WTA Rankings í tennis. Nairo Quintana. Nairo Alexander Quintana Rojas (føddur 4. februar 1990, Boyaca, Kolumbia) er ein professionellur kolumbianskur kappsúkklari, ið súkklar fyri ProTour súkkluliðið, Team Movistar. Hann er fjallasúkklari, men mótsatt øðrum kolumbianskum súkklarum dugir hann eisini sera væl at kappast innan einkultstart. Hann súkklaði seg beinleiðis inn á heimspallin í 2013, tá ið hann gjørdist nr. 2 í fronsku teinakappingini, Tour de France, og samstundis vann hann bæði fjalla- og ungdómstroyggjuna. Sum bóndasonur vaks Quintana upp undir truplum fíggjarligum umstøðum. Sum 15 ára gamal, gjørdist fíggjarligu korini so hørð fyri pápa hansara, Luis, at hann keypti eina súkklu til Nairo Quintana, av tí at hann ikki longur hevði ráð at senda hann við bussinum í skúla. Familjan hjá Quintana var ikki von við at súkkla, og tí var hann heldur ikki greiður yvir, hvussu hart tað í veruleikanum var at súkkla tann dagliga teinin í skúlan. Men eftirsum at bólkar av amatørsúkklarum brúktu henda teinin til at venja súkkling í fjøllunum, so avgjørdi Quintana at hann fór at royna at fylgjast við teimum, fyri at vita um hann megnaði at súkkla líka skjótt sum teir. "Teir settu ferðina upp, men teir kláraðu ikki at koyra undan mær, so tá ið eg kom heim og segði tað við pápa mín, so gjørdist hann sera glaður. Hann keypti mær mína fyrstu kappsúkklu og síðan byrjaðu vit at luttaka í lokalum súkklukappingum.". - "Eg eri føddur og uppvaksin í 2.800 metrar hædd, tað gevur mær ein fyrimun í hesi ítróttagrein, tað er besta stað í heiminum at venja í." Tíðarlinja yvir úrslit frá Grand Tour kappingum. WD = Tók seg úr kappingini; IP = Er í gongd; — = Luttók ikki Aðrar stórar teinakappingar. WD = Tók seg úr kappingini; IP = Er í gongd; — = Luttók ikki Palau á Summar-OL 2008. Palau luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 5 ítróttafólk úr Palau í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Guam á Summar-OL 2008. Guam luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 6 ítróttafólk úr Guam í 5 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Michael Valgren. Michael Valgren Andersen (føddur 7. februar 1992) er ein danskur súkklari, ið súkklar fyri. Hann gjørdist professionellur súkklari í 2011 bert 19 ára gamal, tá hann súkklaði fyri danska kontinentalliðið Cult Energy og vann tvær útgávur av U23 Liège-Bastogne-Liège og fleiri aðrir týðandi sigrar. Í 2014 gjørdist hann partur av WorldTour, tá ið hann gjørdist partur av Tinkoff-Saxo. Hann fekk beinanvegin fleiri góð úrslit, eitt nú gjørdist hann danskur meistari og vann Danmark Rundt. Hann luttók á Tour de France 2015. Noreg á Summar-OL 2012. Noreg luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 66 ítróttafólk úr Noregi í 14 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Pólland á Summar-OL 2012. Pólland luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 217 ítróttafólk úr Póllandi í 22 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Finnland á Summar-OL 2012. Finnland luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 56 ítróttafólk úr Finnlandi í 14 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. San Marino á Summar-OL 2012. San Marino luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 4 ítróttafólk úr San Marino í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Portugal á Summar-OL 2012. Portugal luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 77 ítróttafólk úr Portugal í 13 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Peter Sagan. Peter Sagan (føddur 26. januar 1990) er ein slovakiskur professionellur kappsúkklari, ið súkklar fyri World Tour liðið. Hann gjørdist heimsmeistari í vegsúkkling í 2015 og 2016. Tíðarlinja yvir týðandi kappingar. DNF = Gjøgnumførdi ikki— = Kappaðist ikki Alexander Kristoff. Alexander Kristoff (føddur 5. juli 1987) er ein norskur professionellur kappsúkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Hann vann Norska meistaraskapin í vegsúkkling í 2007 og 2011. Størstu sigrar hansara hava verið Milano-San Remo 2014 og Tour of Flanders 2015 umframt fleiri aðrir sigrar, eitt nú vann hann einstakir teinar í Tour de France 2014. Albania á Summar-OL 2012. Albania luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 11 ítróttafólk úr Albania í 5 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Andorra á Summar-OL 2012. Andorra luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 6 ítróttafólk úr Andorra í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Írland á Summar-OL 2012. Írland luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 66 ítróttafólk úr Írlandi í 14 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Tobias Ludvigsson. Tobias Ludvigsson (føddur 22. februar 1991) er ein svenskur súkklari. Sum juniorur vann hann fleiri landskappingar í Svøríki bæði á vegnum og innan fjallasúkkling. Í 2009 var hann áttanda bestur í heiminum millum juniorar. Mitt í 2011 fekk hann tilboð um veningarsáttmála við liðnum. Longu eftir fyrstu súkklukappingina fyri liðið í Tour of Burgos fekk hann bjóðað ein professionellan sáttmála fyri tvey ár. Hann er eldri bróðir Fredrik Ludvigsson. Hann luttók í Giro d'Italia 2016. Giro d'Italia. Giro d'Italia (á føroyskum "Kring Italia") er ein av teimum trimum stóru teinasúkklukappingunum og verður hildin hvørt ár í mai/juni og varir í 3 vikur. Kappingin fer fram í Italia, men partar av kappigini kunnu eisini fara fram í onkrum ørðum landi í Evropa, t.d. byrjaði Giro d'Italia í Niðurlondum í 2016 og í Danmark í 2014. Giro d'Italia varð fyrstu ferð hildið í 1909, har ið tilsamans 8 teinar á 2448 km vóru súkklaðir. Kappingin er saman við Tour de France og Vuelta a España ein av teimum trimum klassisku teinakappingunum, har Tour de France tó er tann mest týðandi. Har tann fremsti súkklarin í Tour de France er kendur fyri at súkkla í gulari troyggju, so súkklar fremsti súkklarin í Giro d´Italia í ljósareyðari troyggju, á italskum nevnd "Maglia rosa". Tann fremsti fjallasúkklarin súkklar í grønari troyggju ("Maglia Verde"), meðan súkklarin við flestum stigum koyrir í lilla ("Maglia ciclimano)". Í 2007 varð tann hvíta ungdómstroyggjan innførd aftur, eftir at hon hevði verið burturi í nøkur ár, hon nevnist "Maglia Bianca". Tríggir súkklarar hava vunnið kappingina fimm ferðir: Alfredo Binda, Fausto Coppi og Eddy Merckx. Italiumaðurin Felice Gimondi hevur staðið á sigurspallinum níggju ferðir, har hann tríggjar ferðir hevur vunnið, tvær ferðir á øðrum plássi og fýra ferðir á triðjaplássi. Belgia á Summar-OL 2012. Belgia luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 119 ítróttafólk úr Belgia í 16 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Spania á Summar-OL 2012. Spania luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 278 ítróttafólk úr Spania í 23 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Giro d'Italia 2015. Giro d'Italia 2015 var tann 98. útgávan av heimsins næststørstu teinasúkklukapping, Giro d'Italia. 2015 útgávan byrjaði tann 9. mai í San Lorenzo al Mare, nærindis Sanremo. Viðmerkingar. • Á 3. og 4. teini, var Esteban Chaves, ið var nummar 2 í ungdómskappingini, ílatin tað hvítu ungdómstroyggjuna, tí at Michael Matthews (á fremstaplássinum) var í tí ljósareyðu føraratroyggjuni sum nummar 1 í tí samlaðu støðuni á teinunum. • Á 14. teini, var Davide Formolo, ið var nummar 2 í ungdómskappingini, ílatin ta hvítu ungdómstroyggjuni, av tí at Fabio Aru (á øðrumplássi) var ílatin ta ljósareyðu føraratroyggjuna sum nummar 1 á tí samlaðu støðuni á teininum. Maglia rosso passione. Maglia rosso passione ella stigtroyggjan í Giro d'Italia er reyð. Tann ið fær flest stig á teinunum sleppur at vera í reyðu troyggjuni. Reyða troyggjan varð tikin í nýtslu í 1967, men í 1970 varð hon skift út við eina lilla troyggju, ið varð í nýtslu til 2009. Lilla troyggjan nevndist Maglia ciclamino (Navnið kemur frá litinum á alpublómuni cyclamen). Í 2009 varð tann reyða troyggjan aftur tikin í nýtslu. Francesco Moser og Giuseppe Saronni hava vunnið troyggjuna fýra ferðir, meðan Mario Cipollini, Roger De Vlaeminck og Johan Van der Velde hava vunnið hana tríggjar ferðir hvør. Reyða troyggjan í Giro d'Italia svarar til grønu troyggjuna í Tour de France og tað bláu troyggjuna í Vuelta a España. Fleirfaldir vinnarar. Pr. 2016 hava 9 súkklarar vunnið Stigkappingina í Giro d'Italia meira enn einaferð. Eftir tjóðskapi. Súkklarar úr tíggju ymiskum londum hava vunnið Stig klassifikatiónina í Giro d'Italia. Ryder Hesjedal. Eric Ryder Hesjedal () (føddur 9. desember 1980) er ein kanadiskur professionellur kappsúkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Í 2016 er hann partur av Trek Factory Racing. Hann er fyrrverandi mountain bike-kappsúkklari, og vann eitt silvurheiðursmerki á HM U23 í Mountain Bike í 2001. Hann gjørdist professionellur súkklari við í 2005 eftir at hann í fleiri ár hevði verið partur av kontinental-liði. Hann endaði á einum fimtaplássið á Tour de France 2010, og vann sín fyrsta Grand Tour á Giro d'Italia 2012, og tað var fyrstu ferð, at ein kanadiari vann ein Grand Tour. Hesjedal er eftirkomari av norskum tilflytarum til Kanada. Langomma og langabbi hansara vóru úr Beiarn í Nordland og Hesjedal bóndagarðinum í Stamnes í Vaksdal. Alejandro Valverde. Alejandro Valverde Belmonte (føddur 25. apríl 1980) er ein spanskur vegkappsúkklari, ið súkklar fyri UCI ProTour liðið. Størstu sigrar hansara hava verið Vuelta a España 2009, Liège-Bastogne-Liège í 2006, 2008 og 2015, La Flèche Wallonne (2006, 2014, 2015 og 2016), Clásica de San Sebastián (2008 og 2014), 2006 og UCI ProTour 2008, og 2014 og UCI World Tour 2015. Tvær ferðir hevur hann vunnið silvur á HM í vegsúkklukapping, í 2003 og 2005, og bronsu fýra ferðir í 2006, 2012, 2013 og 2014. Valverde er sjáldsamur við tað at hann er serfrøðingur í fleiri ymiskum sløgum av súkkling innan vegsúkklukapping, hann er sterkur klatrari, sprintari og til einkultstart. Eftir eitt langt stríð í eini rættarsak, varð hann bannaður at luttaka í súkklukappingum í tvey ár sum liður í Operación Puerto blóðdoping kanningini, men í 2012 tá ið tey bæði árini vóru farin, kom hann aftur at luttaka í súkklukappingum. Grand Tour tíðarlinja. WD = Tók seg úr kappingini; Í gongd = IP Vuelta a España 2015. Vuelta a España 2015 var ein Grand Tour teinasúkklukapping, ið vardi í tríggjar vikur. Kappingin var tann 70. útgávan av Vuelta a España, tað mesta av kappingini var í Spania, meðan tveir teinar fóru fram lutvíst ella fullkomiliga í Andorra. Kappingin var tann 22. í UCI World Tour 2015. Kappingin fevndi um tilsamans 3358,1 km og hevði 21 teinar. Kappingin byrjaði í Marbella hin 22. august 2015 og endaði í Madrid hin 13. september. Fabio Aru (Astana Pro Team), vann kappingina, á øðrumplássi var Joaquim Rodríguez () og á triðjaplássi var Rafał Majka (). Luttakandi lið. 22 lið luttóku í kappingini, harav vóru 17 World Tour-lið. Harafturat vóru fimm gestalið.. Malta á Summar-OL 2012. Malta luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í London, Stórabretland, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 5 ítróttafólk úr Malta í 3 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Joaquim Rodríguez. Joaquim Rodríguez Oliver (føddur 12. mai 1979) er ein spanskur professionellur vegkappsúkklari. Hann hevur kappast síðan 2001 og súkklar fyri UCI ProTeam. Hann hevur eitt nú vunnið 14 teinasigrar í Grand Tours, hann gjørdist nummar tvey í Giro d'Italia 2012, nummar tvey í Vuelta a España 2015, nummar trý í høvuðskappingini á Vuelta a España bæði í 2010 og 2012 og nummar trý í Tour de France 2013. Hann endaði á fyrstplássi í UCI world rankings í 2010, 2012 og 2013, hann hevur vunnið klassiskar súkklukappingar sum t.d. Flèche Wallonne og Giro di Lombardia tvær ferðir (2012 og 2013). Hann hevur eisini vunnið teinakappingar sum Volta a Catalunya tvær ferðir (2010 og 2014), Kring Baskaralandið 2015 og Vuelta a Burgos 2011. Á Tour de France 2016 kunngjørdi hann á einum tíðindafundi, at hann fór at gevast, tá ið 2016 sesongin var komin at enda. Diego Ulissi. Diego Ulissi (føddur 15. juli 1989 í Cecina) er ein italskur kappsúkklari, ið súkklar fyri UCI ProTour liðið. Dami Im. Dami Im (fødd 17. oktober 1988 í Suðurkorea) er ein koreansk-avstralsk songkvinna og sangskrivari. Hon umboðaði Australia við sanginum "Sound of Silence" á Eurovision Song Contest 2016 í Stokkhólmi. Rolf Sørensen. Rolf Sørensen (føddur 20. apríl 1965) er ein danskur fyrrverandi professionellur vegsúkklari. Hann er tann mest vinnandi danski kappsúkklarin nakrantíð við 53 sigrum í 17 sesongum. Hann arbeiðir sum ítróttaviðmerkjari og ítróttaragentur. Hann er føddur í Helsinge í Danmark, og flutti til Italia sum 17-ára gamal, har hann hevur búð síðan. Hann varð eisini nevndur "Il Biondo" orsakað av ljósa hárinum. Sandra Bullock. Sandra Annette Bullock (fødd 26. juli 1964) er ein amerikonsk sjónleikarinna og framleiðari. Hon er av best løntu sjónleikarinnum í Hollywood, ið hevur vunnið eina Oscar-virðisløn og Golden Globe Award. Hon var útvald til "Vakrasta kvinna" ("Most Beautiful Woman") av "People" tíðarritinum í 2015. Mikel Landa. Mikel Landa Meana (føddir 13. desember 1989) er ein professionellur spanskur kappsúkklari, í súkklar fyri. Hann fekk sítt gjøgnumbrot á Giro d'Italia 2015 har hann vann tveir teinar og endaði á einum samlaðum triðjaplássi. Fabio Aru. Fabio Aru (føddur 3. juli 1990) er ein italskur professionellur vegkappsúkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam Hann gjørdist vinnari av høvuðskappingini Vuelta a España 2015. Árið fyri gjørdist hann nummar trý samanlagt á Giro d'Italia 2014 og nummar fimm á Vuelta a España 2014. Í 2015 endaði hann sum nummar tvey á Giro d'Italia 2015. Grand Tour úrslit frá høvuðskappingunum. WD = Tók seg úr kappingini; IP = Í gongd Giro d'Italia 2014. Giro d'Italia 2014 var tann 97.  útgávan av Giro d'Italia, ið er ein av Grand Tour vegsúkklukappingunum. Giro'in byrjaði í Belfast hin 9. mai við einkultstarti fyri lið á 21,7 km og endaði í Trieste hin 1. juni við einum fløtum teini. Tilsamans luttóku 198 súkklarar úr 22 liðum og súkklað var í 21 teinum. Vinnari av kappingini gjørdist kolumbiarin Nairo Quintana frá liðnum. Annað og triðjaplássi fóru til kolumbiaran Rigoberto Urán og italiumannin Fabio Aru. Malta á Summar-OL 2008. Malta luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 6 ítróttafólk úr Mali í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Maglia rosa. Maglia rosa (italienskt fyri "ljósareyð treoyggja") verður givin til føraran av høvuðskappingini í Giro d'Italia. Førarin er tann súkklarin ið hevur skjótastu tíðina, tá ið øll úrslitini frá øllum teinunum verða løgd saman. Tann súkklarin ið førir eftir tann síðsta teinin verður kosin sum vinnari av Giro d'Italia. Troyggjan svarar til maillot jaune í Tour de France og Jersey de Oro í Vuelta a España. Tann ljósareyði liturin varð valdur fyri at heiðra blaðnum La Gazzetta dello Sport, ið stovnaði kappingina og sum er kend fyri tað ljósareyða pappíri, ið blaðið nýtir. Tim Wellens. Tim Wellens (føddur 10. mai 1991) er ein belgiskur professionellur vegkappsúkklari og fyrrverandi fjallasúkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Giro d'Italia 2013. 2013 Giro d'Italia var tann 96. útgávan av Giro d'Italia, ið er ein av Grand Tours súkklukappingunum. Kappingin byrjaði í Napoli og endaði í Brescia. Vincenzo Nibali frá liðinum Astana vann høvuðskappingina. Mark Cavendish. Mark Simon Cavendish, (føddur 21. mai 1985) er ein bretskur professionellur vegkappsúkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Upprunaliga kappaðist hann í innandura banasúkkling, har hann var serfrøðingur í madison og scratch-kappingum, men síðan 2006 hevur hann kappast innan vegsúkklukappingum. Hann gjørdist kendur sum sprintari og verður av mongum mettur at vera ein av teimum bestu í síni samtíð. Í 2015 vendi hann lutvíst aftur til banasúkkling við vón um at umboða Stóra Bretland í omnium á Summar-OL 2016. Sum liður í hesari afturvendan, gjørdist hann saman Bradley Wiggins heimsmeistari á triðja sinni í madisonsúkkling á HM í banasúkkling 2016. Áðrenn Mark Cavendish gjørdist heimskendur, súkklaði hann m.a. móti føroyskum súkkklarum á Oyggjaleikum. Vanuatu á Summar-OL 2008. Vanuatu luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 3 ítróttafólk úr Vanuatu í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Gianluca Brambilla. Gianluca Brambilla (føddur 22. august 1987) er ein italskur professionellur vegkappsúkklari, ið súkklar fyri UCI World Tour liðið. Hann gjørdist professionellur súkklari í 2010 við. Hann vann sín fyrsta stóra sigur í 2016, tá ið hann vann 8. teinin á Giro d'Italia. Ilnur Zakarin. Ilnur Zakarin (russiskt: Ильнур Азатович Закарин; born 15. september 1989) er ein russiskur súkklari, ið súkklar fyri Team Katusha. Maglia azzurra. Maglia azzurra (italskt fyri "azurblá troyggja") (fyrr Maglia verde) verður latin til fremsta súkklaran av fjallakaappingini í Giro d'Italia. Stig verða latin til teir fyrstu súkklararnar ið koma niðan gjøgnum brekkur, ið eru flokkaðar. Flokkingin metir um torleikastig og hvat á teininum brekkan er. Bonusstig verða latin, tá ið málstrikan er ovast í eini brekku, og til teir fyrstu súkklararnir ið koma upp um Cima Coppi, eitt navn ið verður givið til tað hægsta punktið undir Giroini. Cima Coppi varð fyriskipað á fyrsta sinni í 1965 til heiðurs fyri italska súkklaranum Fausto Coppi. Gino Bartali hevur vunnið troyggjuna sjey ferðir, José Manuel Fuente fýra ferðir og Claudio Chiappucci, Claudio Bortolotto, Franco Bitossi og Fausto Coppi hava vunnið hana tríggjar ferðir. Troyggjan svarar til ta reyðprikkutu Maillot à pois rouges í Tour de France og ta bláprikkutu troyggjuna í Vuelta a España. Fleirfaldir vinnarar. Pr. 2017, hava 15 súkklarar vunnið fjallakappingina meira enn einaferð. Sigrar eftir landi. Súkklarar úr 13 ymiskum londum hava vunnið Fjallakappingina á Giro d'Italia. Eurovision Song Contest 2017. Eurovision Song Contest 2017 er tann 62. árliga evropeiska sangkappingin. Kappingin verður hildin í Kyiv, Ukraina, eftir at Jamala vann 2016 kappingina við sanginum "1944". Jamala. Susana Jamaladinova betri kend sum Jamala (fødd 27. august 1983 í Osh) er ein ukrainsk songkvinna. Hon umboðaði Ukraina við sanginum "1944" á Eurovision Song Contest 2016 í Stokkhólmi og vann kappingina. Poli Genova. Poli Plamenova Genova (fødd 10. februar 1987 í Sofia) er ein bulgarsk songkvinna. Hon umboðaði Bulgaria við sanginum "If Love Was a Crime" á Eurovision Song Contest 2016 í Stokkhólmi og endaði á einum fimtaplássi. Belgia á Summar-OL 2008. Belgia luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 96 ítróttafólk úr Belgia í 16 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Iran á Summar-OL 2008. Iran luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 55 ítróttafólk úr Iran í 13 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Andorra á Summar-OL 2008. Andorra luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Beijing, Kina, í døgunum 8. august til 24. august 2008. Í alt vóru tað 5 ítróttafólk úr Andorra í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2008. Fanbak mál. Fanbak er eitt mál í Vanuatu. Umleið 100 fólk tala málið. Justs Sirmais. Justs Sirmais (føddur 6. februar 1995 í Ķekava) er ein lettiskur sangari. Hann umboðaði Lettland við sanginum "Heartbeat" á Eurovision Song Contest 2016 í Stokkhólmi. Laura Tesoro. Laura Tesoro (fødd 19. august 1996 í Antwerpen) er ein belgisk songkvinna. Hon umboðaði Belgia við sanginum "What's the Pressure" á Eurovision Song Contest 2016 í Stokkhólmi. Donny Montell. Donatas Montvydas, betri kendur sum Donny Montell (føddur 22. oktober 1987 í Vilnius) er ein litaviskur sangari. Hann umboðaði Litava við sanginum "I've Been Waiting for This Night" á Eurovision Song Contest 2016 í Stokkhólmi. 27 (tal). 27 er eitt ólíka heiltal og teljitalið, ið kemur eftir 26 og síðan kemur 28. 28 (tal). 28 er eitt ólíka heiltal og teljitalið, ið kemur eftir 27 og síðan kemur 29. 29 (tal). 29 er eitt ólíka heiltal og teljitalið, ið kemur eftir 28 og síðan kemur 30. 30 (tal). 30 er eitt líka heiltal og teljitalið, ið kemur eftir 29, og síðan kemur 31. 31 (tal). 30 er eitt ólíka heiltal og teljitalið, ið kemur eftir 30 og síðan kemur 32. Stefan Küng. Stefan Küng (føddur 16. november 1993) er ein sveisiskur súkklari, ið súkklar fyri. Hann er eisini ríkisborgari í Liechtenstein. Giulio Ciccone. Giulio Ciccone (føddur 20. desember 1994) er ein italskur súkklari ið súkklar fyri UCI Professionella Kontinentala liðið Bardiani-CSF í 2016. Hann luttók fyri fyrstu ferð í einari Grand Tour kapping í 2016, tá ið hann luttók á Giro d'Italia, har hann vann 10. teinin. Primož Roglič. Primož Roglič (føddur 29. oktober 1989 í Trbovlje) er ein slovenskur súkklari, ið súkklar fyri professionella UCI WorldTeam vegsúkkluliðið Team LottoNL-Jumbo. Hann er fyrrverandi skíðleypari, ið kappaðist frá 2003-2011, og gjørdist junior heimsmeistari í skíðlopi í 2007. Bob Jungels. Bob Jungels (føddur 22. september 1992 í Rollingen / Mersch, Luxembourg) er ein súkklari úr Luksemborg. Tíðarlinja fyri úrslit frá høvuðskappingunum á Grand Tour. WD = Tók seg úr kappingini; IP = Í gongd Matti Breschel. Matti Breschel (føddur 31. august 1984) er ein danskur professionellur landavegssúkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam Cannondale-Garmin. Lasse Norman Hansen. Lasse Norman Hansen (føddur 11. februar 1992) er ein danskur professionellur súkklari, ið innan vegsúkklukappingar kappast fyri UCI ProTeam. Hann gjørdist professionellur í 2014. Hann súkklar eisini banasúkkling og hevur vunnið gull á OL í 2012, 2 bronsuheiðursmerki á OL í 2016 og silvur og bronsuheiðursmerki á HM og EM. Andreas Hans Emil Christian Weihe. Andreas Hans Emil Christian Weihe (føddur 7. juli 1867 á Selatrað, deyður 16. november 1946) var ein føroyskur kongsbóndi og politikari (Sambandsflokkurin). Hann sat á Føroya løgtingi umboðandi Eysturoynna frá 1903 til 1910, og var ein av stovnarunum av Sambandsflokkinum í 1906. Hann var eisini ein av stovnarunum av Føroya Fornminnisavni, og harafturat skrivaði hann tvær søgubøkur. Hans Emil Christian Weihe var bróðir Hans Petur Weihe. EM í svimjing á stuttgeil 2015. EM í svimjing á stuttgeil 2015 fór fram í Netanya, Ísrael, frá 2. - 6. desember 2015. Kappingin skuldi upprunaliga vera hildin í januar 2015, LEN flutti hana til desember. EM í svimjing 2012. EM í svimjing 2012 varð hildið frá 14. - 27. mai 2012 í Debrecen, Ungarn og Eindhoven, Niðurlond. Jens Christian Evensen. Jens Christian Evensen (føddur 21. mai 1840 í Hvalba, deyður 27. juli 1904) var ein føroyskur prestur og lærari. Han tók exam. artium í 1860 og var cand.theol. frá 1869. Hann starvaðist fyrst sum lærari á realskúlanum í Tórshavn 1870–1871, og síðan sum prestur á Viðareiði 1871–1877, í Hvalba 1877–1885, á Nesi 1885–1900 (og var tá eisini Føroya próvstur) og í Bregninge og Bjergsted í Danmark 1901–1904. Evensen var sjálvskrivaður limur í Løgtinginum tíðarskeiðið, tá ið hann var próstur 1885–1900. Han var faðir Andrias Christian Evensen. Johan Hendrik Danbjørg. Johan Hendrik Danbjørg (føddur 9. november 1896 í Porkeri, deyður 23. juli 1968 í Porkeri) var ein føroyskur lærari og politikari (Javnaðarflokkurin). Hann tók læraraprógv frá tog Føroya Læraraskúla í 1917, og undirvísti í Sumbiar sókn 1917–1919, í Rituvík, á Glyvrum 1919–1920 og í Porkeri 1920–1968. Danbjørg var valdur til Løgtingið frá Suðuroyar valdømi 1936–1945 og frá 1950 til sín deyða í 1968, og var løgtingsformaður 1940–1943. Finnbogi Ísakson umrøddi Danbjørg sum ein løgtingslim av "tí gamla skúlanum" við greiðum sjónarmiðum um hvussu ein átti at uppføra seg í Løgtinginum. Niels Juel Mortensen. Niels Juel Mortensen (føddur 13. februar 1860 á Tvøroyri, deyður 17. oktober 1929) var ein føroyskur keypmaður, reiðari og politikari. Hann var sonur keypmannin Johan Mortensen, faðir sakføraran Edward Mitens og abbi dómaran Niels Ole Mitens. Tá ið familjufyritøkan á Tvøroyri varð endurstovnað til A/S J. Mortensens Eftf. í 1889, gjørdist Niels Juel Mortensen handilsfyristøðumaður og medeigari saman við báðum beiggjunum. Hann fór úr fyritøkuni og stovnaði sína egnu keypmanna- og reiðarafyritøku A/S N.J. Mortensen, á Tvøroyri í 1911. Í 1918 hevði fyritøkan 18 skip og deildir í Vági, Hovi, Hvalba, Vestmanna og á Viðareiði, og útflutti klippfisk til Danmarkar, Spania og Ongland. Niels Juel Mortensen varð valdur inn á Føroya Løgting í Suðuroyar valdømi frá 1901–1905 og var formaður í sóknarstýrinum í Froðbiar sóknarstýri frá 1910. Mortensen hevði eisini álitisstørv í Føroya Banka, Suderø Fiskeriforsikring og A/S Færøernes Ophalingsbeding. Magnus Dahl. Magnus Dahl (føddur 6. mars 1873 í Vági, deyður 30. november 1955) var ein føroyskur keypmaður og politikari (Sambandsflokkurin). Hann var sonur keypmannin Jacob Dahl, bróðir keypmannin Jógvan Dahl og faðir yvirlæknan Paula Dahl. Eins og faðirin og bróðurin var hann sambandsmaður. Hann varð valdur inn á Føroya Løgting fyri Suðuroynna 1912–1916 og var kommunustýrislimur í Vági 1907–1914 og 1918–1931. Lütje Lützen. Lütje Lützen (føddur 9. februar 1848 í Tórshavn, deyður 1. mars 1922) var ein føroyskur løgfrøðingur og politikari. Hann varð útbúgving cand.jur. í 1872, og fekk starv hjá Føroya Landfúta í Tórshavn frá 1872 til 1880. Hann var í starvi hjá býarfútanum í Korsør frá 1880 til han fór frá vegna aldur. Hann var tann fyrsti blaðstjórin á Dimmalætting frá 1878 til 1880. Hann var løgtingslimur sama tíðarskeið, valdur inn fyri Suðurstreymoyar valdømi. Ólavur á Heygum. Olaf Johannes Olsen (føddur 3. august 1866 í Vestmanna, deyður 15. juni 1923), vanliga nevndur Ólavur á Heygum, var ein føroyskur keypmaður, bóndi og politikari. Hann var løgtingsmaður í tíðarskeiðum 1903-1906. Símun Júst Jacobsen. Símun Júst Jacobsen (føddur 6. september 1864 á Húsum, deyður 12. mars 1937) var ein føroyskur lærari og politikari (Sambandsflokkurin). Hann tók prógv við Føroya Læraraskúla í 1884, samstundis sum eitt nú Niclas J. Djurhuus. Hann starvaðist sum lærari í Svínoy 1903–1914 og var eisini keypmaður har. Símun Júst Jacobsen var sóknarstýrisformaður í Svínoy 1910–1926 og varð valdur inn á Føroya Løgting fyri Norðoyar 1910–1914. Mikkjal Danielsen. Mikkjal Danielsen (føddur 16. mai 1960) er ein føroyskur fótbóltsleikari. Hann spældi við føroyska fótbólslandsliðnum í dystinum móti Eysturríki í 1990 í Landskrona. Klæmint Olsen (1842). Clement "Klæmint" Olsen (føddur 10. februar 1842 í Leirvík, deyður 10. mars 1912 í Klaksvík) var ein føroyskur embætismaður og politikari (Sambandsflokkurin). Hann var sýslumaður og postnaður í Norðoyggjum 1871–1910 og kommunustýrisformaður fyri Norðoya prestagjalds kommunu 1872–1908. Klæmint Olsen varð valdur inn í Løgtingið frá Norðoyar valdømi 1877–1912, Landstingið 1886–1894 og Fólkatingið 1898–1901. Hann var við til at stovna Sambandsflokkin í 1906. Klæmint Olsen. "Henda greinin er um fótbóltsleikaran Klæmint Olsen. Um tú ynskir at lesa um politikaran Klæmint Olsen, hygg so at Klæmint Olsen (1842)" Klæmint Andrasson Olsen (føddur 17. juli 1990) er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir sum álopsleikari fyri NSÍ. Landsliðslívsleið. Klæmint fekk fyrstu ferð landsliðsboð til føroyska A-landsliðið í fótbólti í februar 2012 til ein venjingardyst í Spania og skoraði avgerðandi málið í vinadystinum móti spanska liðnum La Union. Hann spældi sín fyrsta almenna landsdyst í einum HM 2014 undankappingardysti móti Týsklandi hin 7. september 2012, tá hann bleiv skiftur inn seint í dystinum. Hann skoraði sítt fyrsta altjóða mál móti Spania í einum EM 2020 kvalifikatións dysti. Steven Kruijswijk. Steven Kruijswijk (føddur 7. juni 1987) er ein niðurlendskur súkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Matteo Trentin. Matteo Trentin (føddur 2. august 1989) er ein italskur súkklari, ið súkklar fyri. Esteban Chaves. Jhoan Esteban Chaves Rubio (føddur 17. januar 1990) er ein Kolumbianskur professionellur súkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Hann er føddur í Bogotá og hevur kappast sum professionellur innan vegsúkklukappingar síðan byrjanina av 2012 sesongini, tá hann hevði undirskrivað sáttmála við kolumbianska liðið sum ein neo-pro, eftir at hann hevði súkklar sum amatørur við liðnum. Mikel Nieve. Mikel Nieve Iturralde (føddur 26. mai 1984 í Leitza) er ein spanskur professionellur kappsúkkari, ið súkklar fyri UCI ProTour-liðið. Thibaut Pinot. Thibaut Pinot (føddur 29. mai 1990 í Mélisey, Haute-Saône) er ein franskur professionellur kappsúkklari, ið súkklar fyri UCI ProTour liðið. Hann er rataður sum eitt av teimum mest lovandi talentunum í franskari súkkling, og endaði á einum samlaðum triðjaplássi á Tour de France 2014, og á fyrstaplássi í kappingini um hvítu ungdómstroyggjuna í somu kapping. Romain Bardet. Romain Bardet (føddur 9. november 1990) er ein franskur professionellur kappsúkklari, ið súkklar fyri. Úrslit. WD = Tók seg úr kappingini; IP = Í gongd Pierre Rolland. Pierre Rolland (føddur 10. oktober 1986) er ein franskur professionellur súkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Tour de France 2016. Tour de France 2016 er tann 103. útgávan av súkklukappingini Tour de France. Fyrsti teinur fevnir um Strekkið frá Mont-Saint-Michel til Utah Beach, leygardagin 2. juli 2016 og er á 188 km. Annar teinur er 182 km langur og byrjar í Saint-Lô og endar í Cherbourg. Mánadagin 4. juli er Granville byrjunarbýur fyri triðja teinin og leiðin gongur til Angers. Andrey Amador. Andrey Amador Bikkazakova (føddur 29. august 1986) er ein Kosta Rikanskur professionellur vegkappsúkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Grand Tour úrslit. Tíðarlinja yvir úrslit í høvuðskappingini í Grand Tour WD = Tók seg úr kappingini; Í gongd = IP Nikias Arndt. Nikias Arndt (føddur 18. november 1991) er ein týskur súkklari, ið kappast bæåi innan vegsúkkling og banasúkkling. Hann súkklar fyri liðið. Tour de France vinnarar. Tour de France vinnarar síðan kappingin byrjaði í 1903. Fremsti súkklarin er ílatin eina gula troyggju. Maglia bianca. Maglia bianca (italienskt fyri "Hvíta troyggjan") er ein heiðursløn, ið verður latin til tann súkklaran undir 25 ár, ið liggur best fyri samanlagt (General Classification) í Giro d'Italia. Hvíta troyggjan varð endurinnførd í 2007 og kom í staðin fyri samansettu troyggjuni. Maglia bianca svarar til Maillot blanc hjá Tour de France. Giacomo Nizzolo. Giacomo Nizzolo (føddur 30. januar 1989) er ein italskur kappsúkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Critérium du Dauphiné. Critérium du Dauphiné er ein fronsk teinasúkklukapping, ið verður fyriskipað einaferð um árið í fyrra helmingi av juni. Paris-Nice. Paris-Nice er ein professionell teinasúkklukapping, ið hvørt ár verður fyriskipað í mars-mánað í Fraklandi. Fyrsta kappingin var í 1933 og kappast verður í átta dagar. Vanliga byrjar kappingin í Paris og endar antin í Nice ella á Col d'Èze omanfyri býin. Súkklukappingin verður eisini nevnd "Kappingin til sólina", av tí at tað ofta er vetrarveður, tá ið byrjað verður í franska høvuðsstaðnum í fyrra helmingi av marts, og endar longri suðuri, har tað er heitari, í vársólini á Côte d’Azur. Paris-Nice 2016. Paris-Nice 2016 var tann 74. útgávan av súkklukappingini Paris-Nice. Tað var onnur kappingin í World Tour-kalendaranum hjá UCI í 2016 og byrjaði hin 6. og endaði 13. mars 2016. Tann triðji teinurin varð avlýstur eftir at súkklað var eitt strekki á 93 kilometrar orsakað av kavaveðri. Geraint Thomas gjørdist samlaður vinnari av kappingini. Vuelta a España 2016. Vuelta a España 2016 er tann 71. útgávan av Vuelta a España. Kappingin verður hildin frá 20. august til 11. september 2016. Kappingin byrjar við liðkapping á 29,4 km longum strekki. Vuelta a España 2014. Vuelta a España 2014 fór fram millum 23. august og 14. september 2014 og var tann 69. útgávan av kappingini. Lið. Tey 18 UCI World Tour liðini fingu sjálvsagdan rætt at byrja í kappingini; fýra wildcard-lið vóru eisini boðin við. †: UCI Pro Continental lið ið vóru boðin við Milano-Sanremo. Milano-Sanremo'", eisini kent sum "The Spring classic" ella "La Classicissima", er ein árlig súkklukapping millum Milano og Sanremo, í útnyrðingspartinum av Italia. Giro di Lombardia. Giro di Lombardia, eisini kent sum Il Lombardia, er ein súkklukapping í Lombardia, Italia. Jacques Anquetil. Jacques Anquetil (; 8. januar 1934 – 18. november 1987) var ein franskur kappsúkklari og tann fyrsti, ið vann Tour de France fimm ferðir, tað gjørdi hann í 1957 og frá 1961 til 1964. Hann segði áðrenn kappingina í 1961, at hann ætlaði sær at fáa gulu troyggjuna longu tann fyrsta dagin og at hava hana allan túrin, og tað eydnaðist eisini. Hann var serfrøðingur í at koyra einkultstart, tá súkklaði hann einsamallur móti tíðini. Orsakað av hesum fekk kelinavnið "Monsieur Chrono". Damiano Cunego. Damiano Cunego (føddur 19. september 1981 í Cerro Veronese, Veneto) er ein italskur professionellur vegkappsúkklari, ið súkklar fyri italska UCI Pro Continental. Størstu sigrar hansara eru Giro d'Italia 2004, Amstel Gold Race 2008 og Giro di Lombardia í 2004, 2007, 2008. Hann gjørdist nummar tvey til HM í vegsúkkling í 2008 á UCI ProTour 2008. Hann er fyrst og fremst ein góður klatrari innan súkkling, men hevur eisini betra um førleikarnar til einkultstart og klárar eisini væl at sprinta, ið er óvanligt fyri ein klatrara. Michele Scarponi. Michele Scarponi (føddur 25. september 1979 - deyður 22. apríl 2017 í Filottrano) var ein italskur professionellur kappsúkklari, ið súkklaði fyri UCI ProTeam frá 2014 til sín deyða í 2017. Hansara størsta úrslit var tá hann vann Giro d'Italia 2011. Hann doyði hin 22. apríl 2017 um morgunin, tá hann varð yvirkoyrdur av einum lastbili. Tað hendi meðan hann vandi á súkklu síni nærindis heimi hansara. Grand Tours tíðarlinja yvir úrslit. WD = Tók seg úr kappingini; IP = Í gongd Tour de France 2013. Tour de France 2013 var tann 100. útgávan av fronsku teinasúkklukappingini. EM í fótbólti 2012. Eropameistaraskapurin í fótbólti 2012 var tað 14. EM í fótbólti. Kvalifikatiónskappingin bleiv spæld á heysti 2010 og alt árið 2011. Vertirnir fyri endaumfarið vóru Ukraine og Pólland tíðarskeiðið 8. juni – 1. juli 2012. Spania vann finaluna við 4-0 móti Italia. Tað var fyrstu ferð í EM-søguni, at evropameistararnir frá undarfarnu kapping endurvunnu meistaraheitið. EM í fótbólti 2016. Evropameistaraskapurin í fótbólti 2016 er tað 15. EM í fótbólti. Kappingin verður hildin í Fraklandi frá 10. juni til 10. juli 2016. Kvalifiseraði lið. Trettan av teimum sekstan liðunum (teirra millum verturin Frakland), ið megnaðu at koma víðari til EM 2012 kláraðu enn einaferð at koma víðari til endaspælið 2016. Teirra millum vóru Ongland, ið gjørdist tað sætta liðið ið vann allir dystir í innleiðani umfarinum (10 sigrar av 10 dystum), forsvarandi evropameistararnir Spania, og heimsmeistarin Týskland, ið kvalifiseraði seg fyri 12. ferð til EM endaspælið í fótbólti. Vøllir. "Viðmerking:" Capacity figures are those for matches at UEFA Euro 2016 and are not necessarily the total capacity that the stadium is capable of holding. Kvalifiseraði lið. Topp-tvey liðini frá hvørjum av teimum seks bólkunum umframt fýra av teimum best plaseraðu nummar-trý-liðunum, kvalifiseraðu seg til endaspælið. Bashar Warda. Bashar Warda (fulla navn hansara á arabiskum máli: "بشار متي وردة" - "Bashar Mati Warda" føddur 15. juni 1969) er ein irakskur erkbiskupur í tí kaldeisku katólsku kirkjuni í sóknini Arbil. Hann hevur verið biskupur har síðan 24. mai 2010. Undanmaður hansara var Yacoub Denha Scher. Hann varð føddur í Bagdad í 1969. Hann varð prestvígdur í 1993 og helt fram við teologiska lesnaðinum í Katholieke Universiteit Leuven, Belgia. Frá 2004 til 2013 var hann apostolskur fyristøðumaður í Zākhō biskupsdøminum. Í 2009 valdi kirkjutingið hjá kaldeansku katólsku kirkjuni til erkbiskup av Erbil erkabispadøminum. Eftir at Benadikt XVI pávi gav sítt samtykki til valið, var hann innsettur hin 3. juli 2010. Svenska fótbóltslandsliðið. Svenska fótbóltslandsliðið () umboðar Svøríki í fótbólti og verður stýrt av Svenska Fotbollförbundet, ið er svenska fótbóltssambandið. Heimavøllurin hjá Svøríki er Friends Arena í Stockholms län. Høvuðsvenjari hjá Svøríki er Janne Andersson. Hagtøl allar tíðir hjá liðnum. Talvan niðanfyri vísir vunnir, taptir og javnleikir hjá svenska landsliðnum allar tíðir. Dysturin millum Danmak og Svøríki á EM undankappingini 2008 hin 2. juni 2007 telur her sum javnleikur. "Hagtølini eru dagførd pr. 30. mai 2016." Núverandi hópur. Hesir 23 leikarar vórðu úttiknir til 2018 FIFA World Cup, og til vinadystir móti Danmark hin 2. juni 2018 og Peru hin 9. juni 2018. "Talið av dystum og málum eru dagførd pr. 23. juni 2018 eftir dystin móti Týsklandi." Nýlig landsliðsboð. Fylgjandi 34 leikarar hava eisini fingið landsliðsboð til hópin hjá svenska landsliðnum innanfyri seinastu 12 mánaðirnar. Topp 10 leikarar við flestum landsdystum. "Leikarar við feitari tekst eru enn virknir leikarar á svenska landsliðnum." Topp 10 málskjúttar. "Leikarar við feitari tekst eru enn virknir leikarar á svenska landsliðnum." Íslendska fótbóltslandsliðið. Íslendska fótbóltslandsliðið hjá monnum () er fótbóltslandsliðið hjá Íslandi, ið verður stýrt av Knattspyrnusamband Íslands (Fótbóltssamband Íslands). Sjálvt um Ísland er ein av smáu tjóðunum í Evropa, so hevur íslendska fótbóltslandsliðið klárað seg væl í 21. øld. Í undankappingini til HM í fótbólti 2014, náddi Ísland at koma til play-off, har teir taptu móti Kroatia. Ísland kom við til sína fyrstu stóru kapping, EM í fótbólti 2016, eftir eina undankapping har ið Ísland eitt nú vann bæði heima og úti ímóti Niðurlondum. Ísland gjørdist tá minsta landið, ið nakrantíð hevur kvalifiserað seg til eina so stóra kapping sum EM. Ísland kom í bólk F saman við Eysturríki, Ungarn og Portugal. Birkir Bjarnason skoraði fyrsta málið hjá Íslandi í hesi fyrstu stóru kappingini, tað hendi í 50. minutti móti Portugal í fyrsta dystinum hjá Íslandi í bólkaspælinum, dysturin endaði við javnleiki 1-1. Ísland spældi eisini javnt 1-1 móti Ungarn og vann seinasta dystin í endaspælinum 2-1 móti Eysturríki. Eftir at liðið kom í knockout umfarið, vann Ísland 2-1 móti Onglandi í ottandapartsfinaluni, og kom víðari til kvartfinaluna. Ísland tapti kvartfinaluna 5-2 móti Fraklandi og kom ikki víðari. Heimafturkomnir varð íslendska landsliðið og venjrarar teirra fagnað av íslendska fólkinum. Viðhaldsfólkini og landsliðið gjørdist kent undir EM fyri teirra sermerkta HUHH herróp, ið tey róptu í kór ferð eftir ferð, meðan tey høvdu pausu imillum, har tey klappaðu einaferð, við ørmunum langt upp um høvd og øll í senn. Venjarar Íslands undir EM 2016 vóru Lars Lagerbäck og Heimir Hallgrímsson. Flest dystir. "Viðmerking: Nakrir óalmennir dystir eru taldir við fyri summir leikarar ið spældu áðrenn 1990, sambært mátanum ið Fótbóltssamband Íslands telir." Leikarar við feitari skrift eru enn virknir. Toppskorarar hjá Íslandi. "Viðmerking: Nakrir óalmennir dystir eru taldir við fyri summir leikarar ið spældu áðrenn 1990, sambært mátanum ið Fótbóltssamband Íslands telir." Leikarar við feitari skrift eru enn virknir leikarar ella tøkir til úttøku. Núverandi hópur. Hesir 23 leikarar vórðu úttiknir til HM í fótbólti 2018 og til tveir vinadystir áðrenn HM móti Norra og Gana hin 2. og 7. juni 2018. "Allir dystir og mál eru røtt pr. 26. juni 2018 eftir dystin móti Kroatia." Nýlig landsliðsboð. Hesir leikarar hava fingið landsliðsboð til íslendska fótbóltslandsliðið seinastu 12 mánaðarnar. (Dagført 2. juli 2018) Landsliðsvenjarar. Note: this list includes international friendlies. La Liga 2015-16. La Liga 2015–16 fótbóltssesongin (kend sum "Liga BBVA" av sponsorávum) var tann 85. síðan stovnanina. Barcelona var forsvarandi meistari. Kappingin byrjaði 22. august 2015 og endaði 15. mai 2016. Barcelona endurvann tittulin og vann harvið meistaraheitið tvey ár á rað, tað var teirra 24. La Liga-tittul, ið teir hesaferð vunnu eftir at hava vunnið 3-0 móti Granada í seinasta umfarinum. Luis Suárez endaði sum toppskorari, og gjørdist tann fyrsti leikarin umframt Lionel Messi og Cristiano Ronaldo ið gjørdist toppskorari síðan 2008-09 sesongina. Støður eftir umfari. Talvan setir støðurnar hjá liðunum eftir hvørja viku har spælt verður. Fyri at varðveita hendingarnar í røttu tíðarrøð (kronologiskt), so verða útsettir dystir ikki tiknir við í tí umfarinum, har ið dysturin átti at verið leiktur, men lagdur afturat tí fulla umfarinum, har ið hann varð leiktur. UEFA Champions League 2016-17. UEFA Champions League 2016-17 var tann 62. sesongin av kappingini fyri fremstu fótbóltsfeløg í Evropa og varð fyriskipað av UEFA, og 25. sesongin síðan kappingin fekk navnabroyting frá European Champion Clubs' Cup til UEFA Champions League. UEFA Champions League finalan 2017 varð spæld á Millennium Stadium í Cardiff, Wales millum Juventus og Real Madrid. Tað gjørdist forsvarandi meistararnir úr Real Madrid ið vunnu teirra 12. tittul, tá teir vunnu finaluna 4-1. Liðið gjørdist harvið tað fyrsta nakrantíð ið meglaði at vinna meistaraheitið tvey ár á rað. Luttakandi lið. Støðan í landskappingum í undanfarnu sesong víst í klombrum (TH: Champions League tittulhaldari; EL: Europa League tittulhaldari). Innleiðandi umfør. Í innleiðandi umførunum og play-off umfarinum vórður liðini býtt sundur í seedaði og óseedaði lið, grundað á teirra UEFA felag-coefficient 2016, og síðan varð lutakast, har liðini skuldu spæla tveir dystir móti hvør øðrum úti og heima. Lið frá sama landi kundu ikki spæla móti hvørjum øðrum. Fyrsta innleiðandi umfar. The draws for the first and second qualifying rounds were held on 20 June 2016. The first legs were played on 28 June, and the second legs were played on 5 and 6 July 2016. Annað innleiðandi umfar. Teir fystu dystirnir vórðu leiktir 12. og 13. juli, og returdystirnir vórðu leiktir 19. og 20. juli 2016. Triðja innleiðandi umfar. Triðja innleiðandi umfar var býtt sundur í tvær sektiónir: Champions Route (fyri meistaralið) og League Route (fyri ikki-meistaralið). Tey tapandi liðini í báðum sektiónum komu í UEFA Europa League 2016-17 Play-off umfarið. Lutakastið til triðja innleiðandi umfar varð hildið tann 15. juli 2016. Teir fystu dystirnir vórðu leiktir 26. og 27. juli og returdystirnir vórðu leiktir 2. og 3. august 2016. Play-off umfar. Play-off umfarið varð býtt sundur í tveir atskiltir: Meistaravegurin (fyri meistarar) og Ligavegurin (fyri ikki-meistarar frá ovastu deildum). Tapandi liðini í báðum pørtum fara víðari til UEFA Europa League 2016-17 bólkaspælið. Lutakastið fyri play-off umfarið varð hildið hin 5. august 2016. Teir fyrstu dystirnir vórðu leiktir 16. og 17. august, og returdystirnir vórðu leiktir 23. og 24. august 2016. Bólkaspæl. Lutakastið til bólkaspælið varð hildið hin 25. august 2016 á Grimaldi Forum í Monaco. Tey 32 liðini vórðu trekt í átta bólkar við fýra liðum, við tí fyrivarni, at lið úr sama landi ikki kundu spæla móti hvørjum øðrum. Tilsamans 17 lond vóru umboðaði í bólkaspælinum. Leicester City og Rostov fingu teirra debut í bólkaspælinum. Áttandapartsfinalur. Lutakastið til áttandapartsfinalurnar varð hildið hin 12. desember 2016. Fyrstu dystir í áttandapartsfinalunum vórðu leiktir 14., 15., 21. og 22. februar, og returdystirnir vórðu leiktir 7., 8., 14. og 15. mars 2017. Kvartfinalur. Lutakastið varð hildið hin 17. mars 2017. Teir fyrstu dystirnir vórðu leiktir hin 11. og 12. apríl, og returdystirnir vórðu leiktir hin 18. og 19. apríl 2017. Hálvfinalur. Lutakastið varð hildið 21. april 2017. Teir fyrstu dystirnir vórðu leiktir 2. og 3. mai, og returdystirnir vórðu leiktir 9. og 10. mai 2017. Finalan. Finalan varð leikt hin 3. juni 2017 á Millennium Stadium í Cardiff, Wales. "Heimaliðið" (av fyrisitingarligum ávum) varð avgjørt við einum eyka lutakasti, ið varð hildið beint eftir lutakastið til hálvfinalurnar. UEFA Champions League 2015-16. UEFA Champions League 2015-16 var tann 61. sesongin av kappingini fyri fremstu fótbóltsfeløg í Evropa og verður fyriskipað av UEFA, og 24. sesongin síðan kappingin fekk navnabroyting frá European Champion Clubs' Cup til UEFA Champions League. Barcelona var forsvarandi meistari, men var sligin út av Atlético Madrid í kvartfianlunum. Lið. Støðurnar í landskappingunum í undanfarnu fótbóltssesong verða vístar í krombrum, undantikið Sevilla ið kvalifiseraði seg sum Europa League tittulhaldarar. (TH: Champions League tittulhaldarar; EL: Europa League tittulhaldarar). Effodeildin 2014. Effodeildin 2014 var tann 72. sesongin í ovastu fótbóltsdeildini í Føroyum hjá monnum. Deildin er uppkallað eftir oljufelagnum Effo av sponsorávum. Havnar Bóltfelag var forsvarandi meistari. Lið. TB og 07 Vestur endaðu á 9. og 10. plássi í undanfarnu sesong og fluttu niður í 1. deild. Í staðin komu vinnarin av 1. deild, B68 og nummar tvey í 1. deild, Skála. Úrslit. Á leikskránni vóru í alt 27 umfør. Hvørt lið spældi tríggir dystir móti hvørjum mótstøðuliði í tilvildarligari raðfylgju. Í minsta lagi ein dystur skuldi spælast heima og í minsta lagi ein úti. Restin av heimadystunum vóru býtt tilvildarliga millum tey fimm liðini, ið endaðu á fimm av teimum ovastu plássunum árið fyri. Effodeildin 2015. Effodeildin 2015 var tann 73. sesongin í ovastu fótbóltsdeildini í Føroyum hjá monnum. Deildin er uppkallað eftir oljufelagnum Effo av sponsorávum. B36 var forsvarandi meistari, felagið vann sítt 10. føroyameistaraheitið í 2014. Lið. Skála og B68 gjørdist nummar 9 og 10 í undanfarnu kapping og fluttu tí niður í 1. deild. Í staðin fluttu vinnarin av 1. deild, TB og nummar tvey, Suðuroy, upp í Effodeildina. Effodeildin 2016. Effodeildin 2016 var tann 74. sesongin í ovastu fótbóltsdeildini í Føroyum hjá monnum. Deildin er uppkallað eftir oljufelagnum Effo av sponsorávum. B36 var forsvarandi meistari, felagið vann sítt 11. føroyameistaraheitið í 2015. Lið. Suðuroy og Streymur endaðu á 9. og 10. plássið í undanfarnu sesong og fluttu tí niður í 1. deild. Í staðin fluttu vinnararnir av 1. deild, Skála, og nummar tvey, B68, upp í Effodeildina. 1. deild 2014. 1. deild 2014 var tann 71. sesongin av Føroya næstbestu fótbóltsdeild hjá monnum. Effodeildin 2013. Effodeildin 2013 var tann 71. sesongin í ovastu fótbóltsdeildini í Føroyum hjá monnum. Deildin er uppkallað eftir oljufelagnum Effo av sponsorávum. Streymur var forsvarandi meistari. Lið. B68 Toftir og FC Suðuroy endaðu á 9. og 10. plássi í undanfarnu sesong og fluttu niður í 1. deild. Í staðin komu vinnarin av 1. deild, 07 Vestur og nummar tvey í 1. deild AB. Úrslit. Kappingarætlanin hevði 27 leikumfør. Hvørt lið spældi tríggir dystir móti hvørjum mótstøðuliði í tilvildarligari raðfylgju. Í minsta lagi ein dystur skuldi spælast heima og í minsta lagi ein úti. Restin av heimadystunum vóru býtt tilvildarliga millum tey fimm liðini, ið endaðu á fimm av teimum ovastu plássunum árið fyri. Enska fótbóltslandsliðið. Enska fótbóltslandsliðið hjá monnum umboðar Ongland í altjóða fótbólti og verður stýrt av The Football Association, ið er tann stovnur ið stýrir fótbólti í Onglandi. Ongland er annað av tveimum teimum elstu fótbóltslandsliðunum í heiminum, saman við Skotlandi, ið Ongland spældi landsdyst ímóti í teirra fyrsta altjóða fótbóltslandsdysti í 1872. Heimavøllurin hjá Onglandi er Wembley Stadion, London, og núverandi landsliðsvenjarin er Gareth Southgate. Sjálvt um Ongland er partur av Stóra Bretlandi, so hevur Ongland altíð havt umboðan í stórum professionellum fótbóltskappingum, undantikið Olympisku leikunum, av tí at IOC altíð hevur viðurkent Stóra Bretland sum umboðandi landið. Ongland kappast í HM í fótbólti og EM í fótbólti. Ongland vann HM í 1966, tá ið landið var vertur fyri endaspælinum og vann 4–2 í finaluna móti Vesturtýsklandi í eyka spælitíðini. Bestu plaseringarnar hjá Onglandi síðan er ein hálvfinala á 1990. Ongland hevur aldri vunnið EM í fótbólti – besta úrslit teirra er luttøka í einari hálvfinalu á 1968 og 1996, har Ongland var vertur seinnu ferðina. Leikarar við flest leiktum landsdystum. "Leikarar við feitari skrift eru enn virknir leikarar í feløgum. Leikarar við sama tali av dystum eru settir í rað eftir nær ið teir uppnáddu metið. Toppskorarar. Málskjúttar við eins tali av málum eru plaseraðir frá hægst til lægst eftir málum pr. dyst. Núverandi hópur. Hesir leikarar vórðu úttiknir til hópin hjá Onglandi til 2018 FIFA World Cup og vinadystir, áðrenn HM. Talið av dystum og málum eru dagførd pr.: "24. juni 2018, eftir dystin móti Panama." Løgtingsvalið 1912. Lutvíst løgtingsval varð hildið í syðra parti av Føroyum hin 2. februar 1912. Sambandsflokkurin varð framhaldandi størsti flokkur á Føroya Løgtingi, við 13 av teimum 20 sessunum. Gianluigi Buffon. Gianluigi Buffon (føddur 28. januar 1978) er ein italskur fótbóltsmálmaður, ið síðan 2001 hevur spælt fyri italska felagið Juventus. Áðrenn hann kom til felagið, hevði hann spælt í 6 ár fyri Parma FC. Síðan 1997 hevur hann spælt 159 landsdystir (pr. 18. juni 2016) og var við bæði á HM í fótbólti 2002, á tí vinnandi italska liðnum á HM í fótbólti 2006 og hann var eisini við til at náa til finaluna á HM í fótbólti 2012. Fýra ferðir: 2003, 2004, 2006 og 2007 er hann kosin til heimsins besta málmann. Í 2010 varð hann eisini kosin heimsins besti málmaður seinastu 25 árini. Critérium du Dauphiné 2016. Critérium du Dauphiné 2016 er tann 68. útgávan av súkklukappingini Critérium du Dauphiné. Hetta er tann sekstanda kappingin á kalendaranum hjá UCI World Tour í 2016 og byrjaði 5. juni og endar tann 12. juni 2016. Lið. Øll 18 UCI WorldTeams vóru sjálvvirkandi boðin við og høvdu skylde at luttaka í kappingini. Harafturat vórðu fýra wildcard-lið boðin við. Tour de Suisse 2016. Tour de Suisse 2016 er tann 80. útgávan av súkklukappingini Tour de Suisse. Kappingin er tann seytjanda í røðini á kalendaranum hjá UCI á teirra World Tour í 2016 og byrjar 11. juni og endar 19. juni 2016. Undankapping til EM í fótbólti fyri kvinnur 2017. Kvalifisering til EM í fótbólti 2017 fyri kvinnur var ein undankappingin hjá kvinnunum, ið avgjørdi hvørji 15 lið umframt vertslandið Niðurlond, ið er sjálvskrivað, ið komu at luttaka í EM 2017 endaspælinum. Tilsamans 46 UEFA limalond, við Andorra á fyrsta sinni fyri vaksnar kvinnur, komu við í innleiðandi kappingina. EM í fótbólti fyri kvinnur 2017. Evropameistaraskapurin í fótbólti fyri kvinnur 2017 var tað 12. EM í fótbólti fyri kvinnur, ið er fyriskipað av UEFA. Kappingin varð hildin í Niðurlondum frá 16. juli til 6. august 2017. Dystirnir vórðu býttir millum sjey stadion í býunum Utrecht, Doetinchem, Rotterdam, Breda, Tilburg, Deventer og Enschede. Á fyrsta sinni luttóku 16 lið, ið vóru fýra lið fleiri enn í undanfarnum kappingum, tað varð avgjørt av UEFA í desember 2011. Holland vann evropameistaraskapin, tá liðið vann 4-2 móti Danmark í finaluni. Endaspæl. Í knockout-kappingini verður eyka tíð og brotssparkkapping nýtt, um tørvur er á tí, fyri at finna ein vinnara. Heiður. Hesar heiðurslønir vórðu lætnar av UEFA, tá kappingin var liðug. Gull, silvur og bronsustivlaheiðurslønirnar vórðu allar stuðlaðar av Adidas. EM í fótbólti fyri kvinnur. Evropameistaraskapurin í fótbólti fyri kvinnur er ein kapping fyri kvinnulandslið hjá londum, ið eru limir í UEFA. Meistaraskapurin hevur verið fyriskipaður síðan 1984. Paul Gascoigne. Paul John Gascoigne (føddur 27. mai 1967) er ein fyrrverandi enskur altjóða fótbóltsleikari og venjari. Hann er eisini kendur sum Gazza'". Hann spældi 57 landsdystir fyri Ongland. Franska fótbóltslandsliðið. Franska fótbóltslandsliðið er fótbóltslandslið Fraklands. Tað verður stýrt av Fótbóltssamband Fraklands. Frakland gjørdist limur í FIFA í 1904 sjálvt um tað franska fótbóltslandsliðið ikki varð stovnað fyrr enn í 1919. Liðið hevur luttikið í 13 HM- og sjey EM-endaspølum. Tjóðarstadion hjá franska fótbóltslandsliðnum er Stade de France í Paris. EM í fótbólti hagtøl. Frakland er eitt av teimum londunum í hevur staðið seg best á EM í fótbólti og hevur vunnið tveir titlar í 1984 og 2000. Liðið kemur beint eftir Spania og Týskland ið hava vunnið tríggir titlar hvør. Núverandi hópur. 23-mans hópurin til EM í fótbólti 2016 varð kunngjørdur hin 12. mai 2016. Tølini hjá hópinum vóru kunngjørd 30. mai 2016. "Dystir og mál pr. 4. juni 2016 eftir dystin móti Skotlandi." Nýlig landsliðsboð. Hesir leikarar hava fingið landsliðsboð til hópin hjá Fraklandi teir seinastu 12 mánaðarnir (dagført 10. juni 2016). INJ Player withdrew from the squad due to an injury SUS Player suspended from national team Eiður Smári Guðjohnsen. Eiður Smári Guðjohnsen (føddur 15. september 1978) er ein íslendskur professionellur fótbóltsleikari, ið spælir við norska felagnum Molde FK sum álopsleikari ella framsøkin miðvallaleikari. Hann hevur fyrr spælt fyri enska Premier League felagið Chelsea og spanska La Liga felagið FC Barcelona og spældi við enska felagnum Bolton Wanderers tvær ferðir við fjúrtan árum ímillum. Hann var liðskpari á Íslendska fótbóltslandsliðnum til venjarin Ólafur Jóhannesson yvirtók liðið. Gjøgnum sína professionellu karrieru hevur Eiður Smári skorað yvir 150 mál í øllum kappingum við feløgum sínum og á landsliðnum. Hann er sonur Arnór Guðjohnsen, ið er fyrrverandi professionellur fótbóltsleikari, ið ofta verður mettur at vera ein av bestu íslendsku fótbóltsleikarum yvirhøvur, ið hevur vunnið meistaraheiti í Niðurlondum, Spania, Onglandi og Champions League. Eiður Smári spældi sín fyrsta landsdyst fyri Ísland sum útskiftari, ið varð skiftur inn fyri pápa sín í 1996 og er toppskorari á íslendska landsliðnum við 26 málum higartil (11. juni 2016) í 86 dystum. Aron Gunnarsson. Aron Einar Malmquist Gunnarsson (føddur 22. apríl 1989) er ein íslendskur professionellur fótbóltsleikari, ið spælir fyri walisiska felagið Cardiff City. Hann kann spæla antin sum verjuleikari, høgri bakkur, ella miðvallaleikari. Hann hevur spælt fótbólt í Íslandi, Niðurlondum, Onglandi og Wales fyri Þór Akureyri, AZ, Coventry City og Cardiff City. Hann spælir eisini fyri Íslendska fótbóltslandsliðið, har hann spældi sín fyrsta landsdyst í 2008 og hevur verið liðskipari á landsliðnum síðan 2012. Russiska fótbóltslandsliðið. Russiska fótbóltslandsliðið (, "Natsionálnaya sbórnaya Rossii po futbólu") umboðar Russland í fótbólti og verður stýrt av Russiska Fótbóltssambandinum (,). Heimavøllurin hjá Russlandi er Otkrytie Arena, Luzhniki Stadion og Lokomotiv Stadion (øll í Moskva), og Petrovskij Stadion í St. Pætursborg. Núverandi hópur. Hesir 23 leikarar vórðu úttiknir til hópin til 2018 FIFA World Cup. "Dystir og mál eru dagførd pr. 19. juni 2018 eftir dystin móti Egyptalandi." Walisiska fótbóltslandsliðið. Walisiska fótbóltslandsliðið umboðar Wales í altjóða fótbólti. Tað verður stýrt av Football Association of Wales (FAW), ið er stýrandi organið fyri fótbólt í Wales og triðelsta fótbóltssamband í heiminum. Sjálvt um Wales er partur av Stóra Bretlandi, so hevur landið altíð havt umboðan í teimum stóru professionellu kappingunum, tó ikki í Olympisku leikunum, av tí at IOC altíð bert hevur viðurkent Stóra Bretland sum umboðandi tjóð. Núverandi hópur. Venjarin hjá Wales, Chris Coleman, kunngjørdi hópin á 23 mans til EM í fótbólti 2016 tann 31. mai 2016. "Dystir og mál dagført pr. 11. juni 2016 eftir dystin móti Slovakia." Belgiska fótbóltslandsliðið. Belgiska fótbóltslandsliðið umboðar Belgia í altjóða fótbólti, tað verður stýrt av URBSFA. Liðið hevur luttikið 11 ferðir í HM og 4 ferðir í EM. Einasti tittul hjá Belgia higartil er tá liðið vann OL í 1920 á heimavølli í Antwerpen. Á EM í 1980 vann Belgia silvur eftir at havað tapt finaluna móti Vesturtýsklandi, og bæði á OL í 1900 og EM í 1972 vann liðið bronsu. Besta úrslit frá HM er eitt 4. pláss frá HM í 1986 í Meksiko. Núverandi hópur. Fylgjandi 23 leikarar vórðu úttiknir til EM 2016. Pernille Blume. Pernille Blume (fødd 14. mai 1994) er ein danskur svimjari, ið luttók á Summar-OL 2012 og er úttikin til Summar-OL 2016. Alexander Kamp. Alexander Kamp Egested (føddur 14. desember 1993) er ein danskur súkklari, ið súkklar fyri Team Virtu Pro-Veloconcept. Yvirgangsálopið í Orlando 2016. Yvirgangsálopið í Orlando 2016 var eitt amerikanskt yvirgangsálop og hópskjóting, ið fór fram tann 12. juni 2016, á Pulse, ið er ein náttklubbi fyri samkynd í Orlando, Florida. Í minsta lagi 50 fólk vóru dripin og 53 særd. Gerningsmaðurin, Omar Mir Seddique Mateen, var ein 29 ára gamal muslimskur amerikanari, ið var føddur og uppvaksin í USA og hevði afgansk foreldur. Hann lovaði trúskap til Islamskan Stat (ISIL) áðrenn álopið. Spanska fótbóltslandsliðið. Spanska fótbóltslandsliðið hjá monnum er landsliðið hjá Spania, ið verður stýrt av Spanska fótbóltssambandinum (RFEF). Lið hevur luttikið í 13 HM-endaspølum og spælir sum oftast heimadystirnir á tjóðarstadion hjá Spania, Santiago Bernabeu í Madrid. Leikarar við flestum dystum. Niðanfyri er ein listi yvir tíggju leikarar við flest leiktum dystum fyri Spania. Leikarar við feitari skrift eru enn virknir í altjóða fótbólti. Toppskjúttar. Niðanfyri er ein listi yvir topp tíggju av teimum leikarunum, ið hava skora flest mál fyri Spania. Núverandi hópur. Hesir leikarar fingu landsliðsboð til HM í fótbólti 2018 og til upphitingardystir. Dystir og mál eru dagførd pr. 20. juni 2018 eftir dystin móti Iran." Nýlig landsliðsboð. Hesir leikarar hava fingið landsliðsboð seinastu tólv mánaðirnir. INJ Player withdrew from the squad due to an injury. Iker Casillas. Iker Casillas Fernández (føddur 20. mai 1981) er ein spanskur professionellur fótbóltsleikari, ið spælir fyri portugisiska felagið Porto og Spanska fótbóltslandsliðið sum málmaður. FT Gamejam. FT Gamejam er eitt afturvendandi tiltak, ið verður skipað av Íverksetarahúsinum í samstarvi við Føroya Tele. Endamálið er at savna spælmennarar í eitt avmarka tíðarskeið at gera eitt telduspæl frá grundini. Gamejam 2016. Tiltakið gekk fyri seg frá 10. juni til 12. juni 2016.Vinnandi spælið var Hide&Snek. Gamejam 2015. Tiltakið gekk fyri seg 23. januar til 25. januar 2015. Vinnararnir vóru Green Team við spælinum Wormsteak. Bjørnstjerne Bjørnson. Bjørnstjerne Martinius Bjørnson (føddur 8. desember 1831 í Kvikne, deyður 26. apríl 1910 í Paris) var ein norskur rithøvundur, sum í 1903 fekk Viriðslønin Nobels í bókmentum, og gjørdist fyrsti noregsmaður at vinna hana. Saman við Henrik Ibsen, Jonas Lie, og Alexander Kielland, er Bjørnson mettur at vera ein av teimum Fýra Stóru í norskum skaldskapi. Bjørnson skrivaði norska tjóðsangin "Ja, vi elsker dette landet" Norðurírska fótbóltslandsliðið. Norðurírska fótbóltslandsliðið er fótbóltslandsliðið hjá Norðurírlandi, og verður stýrt av Irish Football Association. Liðið hevur luttikið tríggjar ferðir á HM (1958, 1982 og 1986), men til 2016 hevði liðið aldrig luttikið á EM. Til 1950 hoyrdi liðið saman við tí Írska fótbóltslandsliðnum, men hevur síðan tá luttikið sum eitt sjálvstøðugt lið. Núverandi hópur. Hópurin á 23 mans til EM í fótbólti 2016 varð kunngjørdur 28. mai 2016. "Dystir og mál eru røtt pr. 16. juni, eftir dystin móti Ukraine". Dystir og úrslit. Niðanfyristandandi eru seinastu dystir og úrslit hjá Norðurírlandi. Undankapping til EM í fótbólti 2016. Hin 23. februar 2014 varð avgjørt við lutakasti, at Norðurírland skuldi spæla móti Føroyum, Finnlandi, Grikkalandi, Ungarn og Rumenia í undankappingini til EM í fótbólti 2016, í bólki F. Dystir skuldu spælast millum september 2014 og oktober 2015. Sveisiska fótbóltslandsliðið. Sveisiska fótbóltslandsliðið hjá monnum (eisini kent sum Schweizer Nati á týskum, La Nati á fronskum, Squadra nazionale á italskum) er landsliðið í fótbólti hjá Sveis. Liðið verður stýrt av Swiss Football Association. Portugisiska fótbóltslandsliðið. Portugisiska fótbóltslandsliðið er tjóðar fótbóltsliðið í Portugal. Tað verður stýrt av Federação Portuguesa de Futebol. Liðið hevur seks ferðir luttikið á HM og sjey ferðir á EM. Heimastadion er ikki bert eitt men fleiri stadion, men tey mest nýttu eru Estádio da Luz í Lissabon og Estádio do Dragão í Porto. Portugal gjørdist evropameistari í fótbólti í 2016, tá ið liðið vann finaluna 1-0 eftir longda leiktíð móti Fraklandi. Núverandi hópur. Hesir 23 leikararnir fingu landsliðsboð til EM í fótbólti 2016 hin 17. mai 2016. "Dystir og mál eru røtt pr. 10. juli 2016 eftir dystin móti Fraklandi." Undankapping til HM í fótbólti 2014 (UEFA). Evropeiski parturin av kvalifikatiónini til HM í fótbólti 2014 hevði 53 luttakandi lið, ið kappaðust um 13 pláss til endaumfarið í Brasil. Tilgongdin til kvalifikatiónina byrjaði 7. september 2012 og vardi í tveir mánaðir, eftir at EM í fótbólti 2012 varð liðugt, og endaði hin 19. november 2013. Tað vóru níggju vinnarar av hvørjum kvalifiaktiónsbólki umframt vinnararnir av fýra play-off dystum millum nummar tvey í átta av teimum níggju bólkunum. Fyrsta umfar. Dystirnir vórðu leiktir millum 7. september 2012 og 15. oktober 2013. Annað umfar. Átta av teimum bestu liðunum, ið gjørdust nummar tvey kappaðust í øðrum umfari, har ið tey vórðu paraði í fýra tvídystir (heima-og-úti). Teir fýra vinnararnir kvalifiseraðu seg til HM í fótbólti 2014. Seeding og lutakast. Lutakastið til annað umfar fór fram á høvuðsskrivstovuni hjá FIFA í Zurich hin 21. oktober 2013. FIFA heimsstyrkilistin frá oktober 2013 varð nýttur til tess at avgera hvørji av hesum liðum skuldu undanskipast (víst niðanfyri). Dystir. Dystirnir vórðu leiktir tann 15. og 19. november 2013. Málskorarar. Tað vórðu 749 mál skoraði í 268 dystum, fyri í meðal 2.79 mál per dyst. Ungarska fótbóltslandsliðið. Flest dystir. Nøvn við feitari skrift vísa leikarar ið enn eru virknir fótbóltsleikarar. Dagført "18. juni 2016". Núverandi hópur. Hesir 23 leikarar eru í hópinum, ið varð úttikin til EM í fótbólti 2016 "Dystir og mál eru dagførd 18. juni 2016, eftir dystin móti Íslandi." Route du Sud. Tour de Sud er ein súkklukapping í Fraklandi, ið byrjaði í 1977. Paul Pogba. Paul Labile Pogba (føddur 15. mars 1993) er ein franskur professionellur fótbóltsleikari, ið spælir fyri Manchester United og Franska fótbóltslandsliðið. Hann spælir sum oftast sum sentralur miðvallaleikari, men dugir eisini væl at spæla á øðrum plássum, bæði í verjuni og í álopinum. Eysturríkska fótbóltslandsliðið. Eysturríkska fótbóltslandsliðið umboðar Eysturríki í altjóða fótbóltskappingum og verður stýrt av Österreichischer Fußballbund. Liðið hevur sjey ferðir kvalifiserað seg til HM í fótbólti, seinast var í 1998. Eysturríkið luttók fyri fyrstu ferð á EM í fótbólti í 2008, tá ið landið var annar av tveimum vertum saman við Sveis, og liðið kvalifiseraði seg eisini til EM í 2016. Núverandi hópur. Hesir leikarar fingu landsliðsboð til EM í fótbólti 2016. "Dystir og mál eru dagførd hin 18. juni 2016 eftir dystin móti Portugal." Dimitri Payet. Dimitri Payet (; føddur 29. mars 1987) er ein franskur professionellur fótbóltsleikari, ið spælir fyri enska felagið West Ham United og Franska fótbóltslandsliðið. Thierry Henry. Thierry Daniel Henry (; føddur 17. august 1977) er ein pensioneraður franskur fótbóltsleikari, ið spældi sum álopsleikari. Hann spældi fyri Monaco, Juventus, Barcelona, New York Red Bulls og í átta ár við Arsenal har hann er toppskorari gjøgnum allar tíðir. Á altjóða støði umboðaði hann Frakland og er toppskorari gjøgnum allar tíðir hjá sínum landi. Kroatiska fótbóltslandsliðið. Kroatiska fótbóltslandsliðið () umboðar Kroatia í altjóða fótbóltskappingum. Liðið verður stýrt av Kroatiska Fótbóltssambandinum. Flest dystir. Seinast dagført: Kroatia m. Kekkkia, 17. juni 2016. Hagtølini innihalda bert alment FIFA-viðurkendir dystir. Toppskorarar. Seinast dagført: Kroatia m. Kekkia, 17. juni 2016. Hagtølini innihalda bert alment FIFA-viðurkendir dystir. Núverandi hópur. Hesir leikarar vórðu úttiknir til HM í fótbólti 2018 og upphitingardystum áðrenn HM. "Dystir, mál og tøl eru dagførd 26. juni 2018 eftir dystin móti Íslandi." Hagtølini innihalda bert alment FIFA-viðurkendir dystir. Gylfi Sigurðsson. Gylfi Þór Sigurðsson (; føddur 8. september 1989) er ein íslendskur professionellur fótbóltsleikari, ið spælir sum miðvallaleikari fyri Premier League felagið Everton og Íslendska fótbóltslandsliðið. Albanska fótbóltslandsliðið. Albanska fótbóltslandsliðið () er landsliðið í fótbólti ið umboðar Albania til altjóðar kappingar síðan 1946. Núverandi hópur. Hesir 23 leikararnir vórðu úttiknir til EM í fótbólti 2016 "Dystir og mál eru røtt pr. 19. juni 2016 eftir dystin móti Rumenia". Kvalifkatión til HM í fótbólti 2018 - UEFA Bólkur B. Málskjúttar. 82 mál vórðu skoraði í 30 dystum, tað svarar til í meðal 2,73 mál per dyst. Fólkaatkvøðan um ES-limaskap Stórabretlands 2016. Fólkaatkvøðan um ES-limaskap Stórabretlands 2016, eisini kend sum Brexit, var ein fólkaatkvøða, ið fór fram í Stórabretlandi og Gibraltar hin 23. juni 2016. Úrslitið varð almannakunngjørt næsta morgun, hin 24. juni 2016. Fólkaatkvøðan varð hildin í fýra ríkispørtum: Onglandi, Wales, Skotlandi og Norðurírlandi og í bretska handanhavslandinum Gibraltar. Fólkið á Isle of Man, Jersey og Guernsey høvdu ikki atkøvðurætt, av tí at hesir partar av Stórabretlandi ikki eru partur av ES. UEFA Euro 2016 knockout phase. EM í fótbólti 2016 Kvalifiseraði lið. Topp-tvey liðini frá hvørjum av teimum seks bólkunum umframt fýra av teimum best plaseraðu nummar-trý-liðunum, kvalifiseraðu seg til endaspælið. Kolbeinn Sigþórsson. Kolbeinn Sigþórsson (føddur 14. mars 1990) er ein íslendskur fótbóltsleikari, ið spælir sum álopsleikari fyri Ligue 1 felagið FC Nantes og Íslendska fótbóltslandsliðið. Áðrenn hann fekk sáttmála við Ajax fyri søluprísin 4,5 milliónir € á sumri 2011, hevði Kolbeinn verið partur av ungdómsskránni hjá Víkingur Reykjavik. Síðan hevði hann spælt við HK Kópavogs í heimlandinum og eftir tað fór hann víðari til AZ Alkmaar í Niðurlondum. Áðrenn hann spældi sín fyrsta landsdyst fyri íslendska A-landsliðið, hevði hann spælt við U17, U19 og U21 landsliðunum hjá Íslandi. Við 21 málum er hann næst mest skorandi leikarin hjá Íslandi yvirhøvur. Birkir Már Sævarsson. Birkir Már Sævarsson (føddur 11. november 1984) er ein íslendskur fótbóltsleikari, ið spælir fyri Hammarby í Svøríki og Íslendska fótbóltslandsliðið. Ragnar Sigurðsson. Ragnar Sigurðsson (føddur 19. juni 1986) er ein íslendskur fótbóltsleikari, ið spælir sum verjuleikari fyri FC Krasnodar í Russian Premier League og Íslendska fótbóltslandsliðið. Jón Daði Böðvarsson. Jón Daði Böðvarsson (føddur 25. mai 1992) er ein íslendskur fótbóltsleikari, ið spælir fyri 1. FC Kaiserslautern og Íslendska fótbóltslandsliðið sum miðvallaleikari. Hann varð úttikin til EM í fótbólti 2016, og skoraði fyrra málið hjá Íslandi í dystinum móti Eysturríki, ið Ísland vann 2-1. Peter Asmussen. Peter Asmussen (føddur 28. mars 1957 á Frederiksberg, deyður 25. juni 2016) var ein danskur rithøvundur, leikskald og filmsrithøvundur. Asmussen, ið var sonur Jes Peter Asmussen, gjørdist studentur frá Østre Borgerdyd Gymnasium í 1975. Fyrsta bók hansara gjørdist stuttsøgusavnið "Stemmer", ið kom út í 1989. Eftir tað gav hann fleiri bøkur út og fekk fleiri ferðir stuðulsveiting frá Statens Kunstfond. Í 1996 var hann annar av filmrithøvundunum til kenda filmin hjá Lars von Trier "Breaking the Waves". Í 2000 fekk hann Kjeld Abell-prisen og Danske Dramatikeres Hæderspris og í 2010 fekk hann Reumert-virðislønina í bólkinum i Ársins leikskald fyri "Ingen møder nogen", ið varð framført á Husets Teater. Í 2016 fekk hanm Reumert-virðislønina í sama bólki sum fyrr, hesaferð fyri "Soli Deo Gloria", ið varð framført á Betty Nansen Teatret. Hann giftist Juliane Preisler í 1996. Hin 25. juni 2016 andaðist hann, eftir at hava verið sjúkur í longri tíð. Pólska fótbóltslandsliðið. Pólska fótbóltslandsliðið () umboðar Pólland í fótbólti og verður stýrt av Polski Związek Piłki Nożnej (Pólska fótbóltssambandinum). Heimastadion hjá Póllandi er í Warszawa og venjari teirra er Paulo Sousa. Núverandi hópur. Hesir 23 leikararnir fingu landsliðsboð til EM í fótbólti 2016. "Dystir og mál eru dagførd hin 25. juni 2016 eftir dystin móti Sveis." Danmark Rundt 2015. Danmark Rundt 2015 var ein vegsúkklukapping fyri menn, ið varð hildin frá 4. august til 8. august 2015. Tað var 25. útgávan av teinakappingini, ið varð stovnað í 1985. Kappingin varð flokkað sum ein 2.HC kapping og var partur av UCI Europe Tour 2015. Kappingin hevði seks teinar í fimm dagar, har ein einklultstartur eisini var. Vinnarin av kappingini gjørdist Christopher Juul-Jensen frá. Gareth Bale. Gareth Frank Bale (føddur 16. juli 1989) er ein walisiskur fótbóltsleikari, ið spælir sum miðvallaleikari fyri spanska felagið Real Madrid og Walisiska fótbóltslandsliðið. Mesut Özil. Mesut Özil (føddur 15. oktober 1988) er ein týskur fótbóltsleikari, ið spælir fyri enska felagið Arsenal og týska fótbóltslandsliðið. Özil gjørdist partur av týska ungdómslandsliðnum í 2006 og hevur verið partur av týska landsliðnum síðan 2009. Hann gjørdist kendur undir HM í fótbólti 2010 og varð tilnevndur heiðurin Golden Ball (FIFA), ið verður latin besta leikaranum. Özil byrjaði seniorkarrieruna í felagnum í heimbýnum, Schalke, í Bundesliguni í 2006. Hann skifti síðan til Werder Bremen í 2008 og undirskrivaði sáttmála við Real Madrid í august 2010, eftir at hann fekk sítt gjøgnumbrot á HM í fótbólti við týska landsliðnum. Tá ið flytingargluggin læt aftur á sumri 2013, flutti hann til Arsenal fyri eina methøga upphædd fyri felagið, ið var 42.5 milliónir £. Henda flytingin gjørdi hann til dýrasti týska fótbóltsleikaran yvirhøvur. Alfreð Finnbogason. Alfreð Finnbogason (føddur) er ein íslendskur fótbóltsleikari, ið spælir fyri FC Augsburg og á íslendska landsliðnum sum álopsleikari. Birkir Bjarnason. Birkir Bjarnason (føddur 27. mai 1988) er ein íslendskur fótbóltsleikari, ið spælir sum miðvallaleikari fyri sveisiska felagið FC Basel og Íslendska fótbóltslandsliðið. Í heimlandi sínum hevur hann kelinavnið Thor. Altjóða mál. "Dagført 14. juni 2016. Mál hjá Íslandi verða víst fyrst." Hannes Þór Halldórsson. Hannes Þór Halldórsson (føddur 27. apríl 1984) er ein íslendskur fótbóltsleikari, ið spælir sum málmaður fyri Ísland og frá 2016 fyri Glimt í norsku Tippeligaen, útlántur frá NEC Nijmegen. Ari Freyr Skúlason. Ari Freyr Skúlason (føddur 14. mai 1987) er ein íslendskur fótbóltsleikari, ið spælir fyri danska felagið OB og Íslendska fótbóltslandsliðið. Hann hevur fyrr spælt við feløgum úr Íslandi, Svøríki og Niðurlondum. Beata Szydło. Beata Maria Szydło (fødd 15. apríl 1963 í Oświęcim) er ein pólskur politikari, hon hevur verið forsætisráðharri Póllands síðan 16. november 2015 til 11. desember 2017. Hon varð vald til Sejm í 2005, 2007 og 2011. Í 1987 giftist hon Edward Szydło. Tey hava tveir synir, Tymoteusz og Błażej. Christopher Juul-Jensen. Christopher Juul-Jensen (føddur 6. juli 1989) er ein danskur súkklari, Ið súkklar fyri Orica-BikeExchange. Juul-Jensen vaks upp í Írlandi til hann sum 16-ára gamal flutti til Danmarkar. Hann gjørdist danskur meistari í einkultstarti í 2015, og sama árið vann hann Danmark Rundt. Í august 2015 kunngjørdi at tey høvdu gjørt sáttmála við Juul-Jensen frá 2016 og tvey ár fram. Hann luttekur í Tour de France 2016. Grand Tour tíðarlinja. WD = Tók seg úr kappingini; IP = Í gongd Greg Van Avermaet. Greg Van Avermaet (føddur 17. mai 1985) er ein belgiskur professionellur súkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Hann hevur fyrr verið Nummar 1 í heiminum eftir UCI World Tour rankingini. Á Summar-OL 2016 vann hann gull í vegsúkklukappingini hjá monnum. Aðrir týðandi sigrar eru eitt nú tveir teinasigrar á Tour de France, stigkappingina og ein teinasigur í Vuelta a España 2008, Tirreno-Adriatico 2016 og fleiri aðrar klassiskar kappingar. Grand Tour tíðarlinja yvir úrslit. WD = Tók seg úr kappingini; Í gongd = IP Tíðarlinja yvir klassikarar. DNF = Gjøgnumførdi ikki; - = Luttók ikki Daniel Teklehaimanot. Daniel Teklehaimanot Girmazion (føddur 10. november 1988) er ein professionellur súkklari úr Eritrea, ið súkklar fyri. WD = Tók seg úr kappingini; Í gongd = IP Julian Alaphilippe. Julian Alaphilippe (føddur 11. juni 1992 í Saint-Amand-Montrond) er ein franskur súkklari, ið súkklar fyri Etixx-Quick Step. Hann er bróðir súkklaran Bryan Alaphilippe. Steve Cummings. Stephen Philip "Steve" Cummings (føddur 19. mars 1981) er ein enskur súkklari, ið súkklar fyri World Tour súkkluliðið. Michael Mørkøv. Michael Mørkøv Christensen (føddur 30. apríl 1985 í Kokkedal) er ein danskur professionellur súkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam Team Katusha. Mallorka. Mallorka er ein oyggj í Miðjarðarhavinum, ið politiskt hoyrir til Spania. Landið liggur í oyggjabólkinum, ið nevnist Balearoyggjar. Fólkatalið er umleið 859.000 íbúgvar. Uml. helvtin av fólkunum á oynni býr í høvuðstaðnum Palma. Í 2016 væntar oyggin at fáa yvir tíggju milliónir ferðafólk á vitjan. Tað er meira enn ein millión fleiri enn í 2015, tá 8,8 milliónir vitjaðu størstu oynna á Balearoyggjunum í Miðjararhavi. Ein einstakan dag í august í 2015 vóru ein millión ferðafólk á oynni – tað er líka nógv, sum tað eru fastbúgvandi á Mallorka. Oyggjarnar hava tó fyrimunir av ferðavinnuni. Triðja hvørt arbeiðspláss hevur beinleiðis tilknýti til ferðavinnuna, og ferðavinnan stendur eisini fyri helminginum av búskaparliga virkseminum. Chris Anker Sørensen. Chris Anker Sørensen (føddur 5. september 1984, deyður 18. september 2021) var ein danskur professionellur súkklari, ið súkklaði fyri Fortuneo-Vital Concept. WD = Tók seg úr kappingini; IP = Í gongd Unalaska. Unalaska (aleutiskt: Iluulux̂) er ein oyggj, Unalaska Island, og ein býur, City of Unalaska, í Alaska. Býurin er eisini hin størsti í oyggjabólkinum Aleutoyggjarnar. Orðið Unalaska stavar upprunaliga úr russiskum, "Ounalashka". Unalaska Island er 549,9 km², í 2010 var fólkatalið á oynni 4.376. Hon er nakað størri enn Streymoy, sum er 373,5 km². Á Aleutoyggjum tosa tey flestu enskt, men har eru eini 500 fólk, sum tosa aleutiskt. Aleutoyggjarnar vóru einaferð undir russiskum valdi, og enn finnast spor frá teirri tíðini. Mont Saint-Michel. Le Mont-Saint-Michel (;) er ein oyggj og kommuna í Normandínum í Fraklandi. Oyggin liggur umleið ein kilometur uttanfyri útnyrðingsstrondin Fraklands, og uttanfyri munnan á Couesnon ánni nærindis Avranches og er í stødd. Í 2013 var fólkatalið á oynni 41. Pau. Pau er ein kommuna i norðara parti av Pyreneafjøllunum, og høvuðsstaður í Pyrénées-Atlantiques Département í Aquitaine regiónini í Fraklandi. Saint-Lô. Saint-Lô () er ein kommuna í útnyrðingspartinum av Fraklandi og høvuðsstaður í Manche department í Normandí-regiónini. Granville. Granville () er ein kommuna í Manche department og región í Basse-Normandie í útnyrðingspartinum av Fraklandi. EM í fótbólti 2016 Finalan. EM í fótbólti 2016 Finalan var ein fótbóltsdystur, ið varð spældur 10. juli 2016 á Stade de France í Saint-Denis, Frakland. Dysturin skuldi avgerða vinnararnir av EM í fótbólti 2016. Portugal, ið var við í EM-finaluni á øðrum sinni, møtti vertstjóðini Fraklandi, ið tvær ferðir áður hevði vunnið EM. Portugal vann 1–0 í longdu leiktíðini við einum máli, ið innskifti leikarin Éder, skoraði, og harvið vann Portugal sína fyrstu stóru kapping. Borussia Dortmund. Borussia Dortmund er eitt týskt fótbóltsfelag, ið spælir í Bundesliguni. Felagið hevur heimstað í Dortmund og er ein av mest vinnandi týsku feløgunum gjøgnum tíðirnar. Premier League 2016-17. Premier League 2016-17 var tann 25. sesongin í Premier League, ið er hægsta fótbóltsdeildin í enskum fótbólti, síðan deildin varð stovnað í 1992. Sesongin byrjaði 13. august 2016 og vardi til 21. mai 2017. Chelsea vann sín fimta Premier League tittul og sætta enska tittulin, tá ið tveir dystir vóru eftir, eftir at liðið vann 1–0 á útivølli móti West Bromwich Albion hin 12. mai. Leicester City, ið var forsvarandi meistari endaði á 12. plássi, og setti harvið met sum ringasti forsvarandi enski meistarin. Burnley, Middlesbrough og Hull City vóru nýggj lið í deildini, eftir at liðini fluttu upp úr Football League Championship 2015-16. Lið. Tjúgu lið kappast í deildini - seytjan av liðunum frá undanfarnu sesong og harumframt eru tað trý lið ið eru flutt upp úr næstbestu deildini, Football League Championship 2015-16. Stadion og býir. West Ham United spælir fyri fyrstu ferð í Olympic Stadium, ið hevur 60.010 sitipláss. Stoke City hevur kunngjørt, at frá 2016–17 sesongini, fer Britannia Stadium at skifta navn til Bet365 Stadium. Leicester City F.C.. Leicester City Football Club, eisini kendur sum the Foxes (Revarnir), er eitt enskt fótbóltsfelag, ið spælir í Premier League. Felagið spælir heimadystirnir á King Power Stadium í Leicester. Felagið flutti upp í Premier League eftir at hava spælt í næstbestu deildini í 2013–14 í eitt áratíggju. Heimastadion teirra, King Power Stadium, er tað 20. størsta í enskum fótbólti, har eru 32.312 sitipláss. Leicester vann Premier League 2015-16 fyri fyrstu ferð. Táverandi venjarin hjá felagnum, Claudio Ranieri, var tann sami, ið var venjari hjá Grikkalandi, tá ið Føroyar vunnu móti Grikkalandi í Athen. Venjarin varð koyrdur og gjørdist venjari hjá Leicester City, har hann førdi liðið til meistaraheitið. Tour Down Under 2016. Tour Down Under 2016 var tann 18. útgávan av súkklukappingini Tour Down Under. avstralska teinakappingin er tann fyrsta kappingin í World Tour-kalendaranum hjá UCI í 2016. Kappingin vardi frá 19. til 24. januar 2016. Simon Gerrans gjørdist samlaði vinnarin av kappingini. Kring Baskaralandið. Kring Baskaralandið er ein súkklukapping í spanska partinum av Baskaralandinum. Har er fjallalendi, so teir súkklarar ið vinna kappingina er sum oftast teir ið klára seg væl í fjøllunum. Roubaix. Roubaix (franskt: "Roubaix", niðurlendskt: "Robaais") er ein gamal ídnaðarbýur og kommuna í Norðurfraklandi, ið liggur nær við belgisku strondini. Býurin liggur í landslutinum Fransk-Flandern í regiónini Hauts-de-France. Í 2013 búðu 95.866 fólk í kommununi. Súkklukappingin Paris-Roubaix endar í býnum. Paris-Roubaix. Paris-Roubaix er ein professionell eindags súkklukapping, ið byrjar norðanfyri Paris og endar við markið til Belgia. Tað er ein av elstu súkklukappingunum. Kappingin er ein av teimum klassisku í Evropa og ein av teimum ið verða nenvdar Monument. Kappingin gevur stig í UCI World Ranking. Kappingin er eitt nú kend fyri sítt torføra lendi og mongu gøturnar ið er lagdar við brúgvasteinum. Frá byrjanini í 1896 til 1967 byrjaði kappingin í Paris og endaði í Roubaix. Í 1966 var starturin fluttur til Chantilly; og síðan 1977 verður byrjað í Compiègne, umleið 85 km í ein landnyrðing frá miðbýnum í Paris. Málið er tó enn í Roubaix. Skjótasta útgáva. The record held by Peter Post, was set on a different course. Michael Matthews. Michael Matthews (føddur 26. september 1990) er ein avstralskur veg- og banasúkklari, ið kappast fyri UCI ProTeam. Tour Down Under. Tour Down Under er ein súkklukapping í og kring Adelaide, Suður-Avstralia. Simon Gerrans. Simon Gerrans (føddur 16. mai 1980) er ein avstralskur professionellur súkklari, ið súkklar fyri avstralska UCI ProTour liðið. Tirreno-Adriatico. Tirreno-Adriatico, kelinavn "Kappingin við tveimum høvum", er ein elitusúkklukapping í Italia, ið gongur millum strendurnar við Tyrrenska havið og Adriatarhavið. Kappingin verður vanliga hildin tíðlar í súkklusesongini og verður tí eisini mett at vera ein týðandi fyrireiking til klassisku kappingina Milano-Sanremo. Kappingin er partur av UCI World Tour. Vinnarin av kappingini fær ein gyltan trýfork, eins og tann hjá Neptun, rómverska havgudinum. Førandi súkklarin verður latin í eina bláa troyggju, blái liturin kemst av at havið er blátt og við tað at kappingin byrjar við eitt hav og endar við eitt annað hav. Kappingin varð stovnað í 1966 av súkklufelagnum Forze Sportive Romane úr Lazio. Fyrsta kappingin vardi í tríggjar dagar og hevði tríggjar teinar. Síðan hækkaði talið av døgum og teinum til fimm, og síðan 1984 hevur talið av teinum ligið millum fimm og otta. Danin Rolf Sørensen hevur tvær ferðir vunnið kappingina. Belgiski súkklarin Roger De Vlaeminck hevur vunnið hana oftast, seks ferðir frá 1972 til 1977. Kring Flandern. Kring Flandern (franskt: Tour des Flandres) er ein súkklukapping í Belgia. Fleirfaldir vinnarar. "Virknir súkklarar eru skrivaði í kursivskrift" Vinnarar av "Cobbled Classics Double". Tólv ferðir hava kappingarnar Kring Flandern og Paris-Roubaix havt somu vinnarar í sama ári. Tom Boonen og Fabian Cancellara eru teir einastu súkklararnir, ið hava klárað at vinna hesa greipuna tvær ferðir. Tour de Romandie. Tour de Romandie er ein teina-súkklukapping ið er partur av UCI World Tour. Kappingin fer fram í Romandie regiónini í franskttalandi partinum av Sveis. Kappingin byrjaði í 1947. Gino Bartali. Gino Bartali, Cavaliere di Gran Croce OMRI (føddur 18. juli 1914, deyður 5. mai 2000), kelinavn: Gino the Pious og (í Italia) Ginettaccio, var ein meistari innan vegsúkklukappingar. Hann var tann kendasti italski súkklarin áðrenn Seinna heimsbardaga. Hann vann Giro d'Italia tríggjar ferðir (1936, 1937, 1946) og Tour de France tvær ferðir, í 1938 og 1948. Premier League 2015-16. Premier League 2015-16 var tað 24. umfari í Premier League og tað 117. umfari í bestu ensku fótbóltsdeildini. Sesongin byrjaði 8. august 2015 og skuldi eftir ætlan enda 15. mai 2016. Men dysturin millum Manchester United og Bournemouth varð útsettur til 17. mai 2016, ið gjørdist seinasti leikdagur, hetta hendi orsakað av einum illgrunasamun pakka inni á stadion. Chelsea byrjaði sesongina sum verjandi meistari frá 2014–15 sesongini. AFC Bournemouth, Watford og Norwich City komu við í kappingina sum uppflytarar frá Football League Championship 2014-15. Eftir at Leicester City akkurát kláraði at sleppa undan niðurflyting í undanfarnu sesong, gjøridst liðið nú á fyrsta sinni í 132 ára søgu felagsins vinnari av ensku Premier League og gjørdist harvið tað 24. felagið ið gjørdist enskur fótbóltsmeistari og sætta felagið ið vann Premier League. Lið. Tilsamans luttóku 20 lið í deildini, av teimum spældu 17 lið við í undanfarnu kapping 2014–15 og trý lið fluttu upp úr næstbestu deildini Football League Championship 2014–15. Hat-tricks. 4 Leikari skoraði 4 mál5 Leikari skoraði 5 mál Southampton F.C.. (úttala:: /saʊθˈæmptən/ ella /saʊθˈhæmptən/) er eitt enskt fótbóltsfelag, við kelinavninum "The Saints". Felagið hevur heimstað í Southampton, Hampshire og fyrsta liðið kappast í løtuni í Premier League. Heimadystir verða spældir á St Mary's Stadium, sum rúmar fleiri enn 32.000 áskoðarum. Venjarin hjá besta liðinum er Ralph Hasenhüttl. Hann tók við í 2018. Leikaramet. Terry Paine – 815: 1956–1974 Mick Channon – 228: 1966–1977, 1979–1982 Derek Reeves – 44: 1959–60 Albert Brown – 7: against Northampton Town, 28 December 1901 Theo Walcott– 16 ár 143 dagar. Móti Wolverhampton Wanderers, 6. august 2005 West Ham United F.C.. West Ham United Football Club er eitt enskt fótbóltsfelag heimahoyrandi í Stratford, East London, Ongland, ið kappast í Premier League. Liðið spældi heimadystir sínar á Boleyn Ground frá 1904 til 2015–16 sesongin endaði, tá flutti felagið til Stadion í Queen Elizabeth Olympic Park. Theresa May. Theresa Mary May (fødd "Brasier", 1. oktober 1956) er ein bretskur politikari, ið var forsætisráðharri í Stórabretlandi og leiðari av Konservativa Flokkinum frá juli 2016 til juli 2019. Theresa Mary varð fødd í Eastbourne í Onglandi 1. oktober 1956, dóttir ein sóknarprest. Hon las landafrøði á lærda háskúlanum í Oxford, har hon eisini møtti manni sínum Philip May. Hetta var til eina konservativa studenta-diskoveitslu, og var tað Benazir Bhutto, fyrrverandi forsætisráðfrú í Pakistan, sum fekk tey at hittast. Tey hava eingi børn. Hon hevur eina langa yrkisleið innan bankaheimin aftan fyri sær, har hon byrjaði í 1977 og arbeiddi har fram til hon bleiv vald til Undirhúsið í 1997 fyri valdømið Maidenhead í Berkshire. Frá 2010 og til hon gjørdist forsætisráðharri í 2016 var hon innlendismálaráðharri, ið er millum fýra tey týdningarmiklastu stjórnarráðini í Stórabretlandi. Konservativi Flokkurin (UK). Konservativi Flokkurin (enskt: Conservative Party, alment navn: Conservative and Unionist Party) er ein politiskur flokkur í Stóra Bretlandi. Flokkurin er í løtuni størsti flokkur í Undirhúsinum við tað at flokkurin vann 330 av teimum 650 sessunum á tjóðartingsvalinum í 2015. Úrslit av valum. Henda talvan vísir úrslitið hjá Konservativa Flokkinum á tjóðartingsvalum síðan 1835. Tony Martin. Tony Martin (føddur 23. apríl 1985) er ein týskur súkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Martin er kendur sum ein serfrøðingur innan einkultstart og hevur tríggjar ferðir vunnið heimsmeistaraheitið í einkultstarti, í 2011, 2012 og 2013. Hann vann eisini eitt silvurheiðursmerki á Summar-OL 2012 í London. Thomas De Gendt. Thomas De Gendt (føddur 6. november 1986 í Sint-Niklaas) er ein belgiskur súkklari, ið súkklar fyri. Hann hevur fyrr súkklað fyri, og. Yvirgangsálopið í Nice 2016. Yvirgangsálopið í Nice fór fram um kvøldið 14. juli 2016, á franska tjóðardegnum, og var framt av einum manni, Mohamed Lahouaiej Bouhlel, ið var tunesari, ið búði í Fraklandi. Álopsmaðurin koyrdi við vilja ein 19 tons tungan lastbil inn í eina stóra mannamúgvu, ið hátíðarhelt Bastilludagin á Promenade des Anglais í Nice, og drap í minsta lagi 84 fólk og særdi meira enn 300. Hann varð skotin og dripin av fronsku løgregluni. Hendingin er blivin nevnd sum tað triðstørsta yvirgangsálopið í Fraklandi síðan januar 2015, næst eftir Île-de-France álopini tann 7. 9. januar 2015 og Paris-álopini hin 13. november 2015. Stutt eftir álopið lýsti franska stjórnin landasorg í tríggjar dagar í Fraklandi og longdi undantaksstøðuna í landinum, ið varð sett í verk eftir álopini í Paris, við seks mánaðum. Tveir dagar eftir álopið, hin 16. juli tók yvirgangsfelagsskapin Islamiskur Statur ábyrgdina fyri álopið. Hin 21. juli segði tann franski ákærin, at Lahouaiej-Bouhlel hevði lagt ætlanir um álopið í fleiri mánaðir og at hann hevði fingið hjálp frá samsekum. Fimm fólk vórðu ákærd fyri teirra leikluti í at hjálpa honum. Bakgrund. Sama morgun sum álopið fór fram, segði franski forsetin, François Hollande, at undantaksstøðan í landinum fór at vera sett úr gildi, eftir at Tour de France var liðugt hin 26. juli 2016. Frakland hevði júst verið vertur fyri EM í fótbólti 2016, har ið landið hevði víðkaði trygdarkrøv á støðunum, har ið dystirnir vóru spældir. Nakrir dystir vórðu spældir í Nice, tann seinasti var dysturin millum Ongland og Ísland hin 27. juni. Um kvøldið 14. juli í Nice, varð Bastilludagurin hátíðarhildin fram við sjóvarmálanum á Promenade des Anglais, har komu nógv fólk, umleið 30.000, og ein partur av hátíðarhaldinum var ein framsýning av franska flogvápninum. The Promenade des Anglais var stongd fyri ferðslu undir tiltakinum, eins og undanfarin ár, og ein stórur partur av koyribreytini var gjørdur um til gongugøtu. Eins og sigur var, so endaði hátíðarhaldið við einari fýrverk-framsýning, ið fór fram millum 22:00 og 22:20. Álopið. Hin 14. juli í Nice klokkan umleið 22:30, beint eftir at Bastilludags-fýrverkið var liðugt, kom ein hvítur 19-tons tungur lastbilur til sjóndar frá Magnan-grannalagnum í Nice og snaraði eystureftir og inn á Promenade des Anglais, ið tá varð stongd fyri ferðslu, nærindis Fondation Lenval Barnasjúkrahúsið. Lastbilurin koyrdi við nógvari ferð, umleið 90 km um tímar og koyrdi upp á gongubreytina, og rakti og drap nógv fólk, ið vóru har. Lastbilurin helt áfram og koyrdi framvið Centre Universitaire Méditerranéen, har ið lokala løgreglan boðaði frá um tilburðin. 400 metrar frá barnasjúkrahúsinum, har ið vegurin kom saman við Boulevard Gambetta, setti lastbilurin ferðina upp og breyt seg inn ígjøgnum eina vegforðin, ið var ein politibilur og aðrar forðingar, og settu markið fyri, har ið økið við fyribils-gongugøtuni byrjaði. Eftir at hava brotið seg ígjøgnum vegforðingina, koyrdi lastbilurin í siksak, og rakti harvið tilvildarlig fólk ið gingu ella stóðu á gongubreytini ella á vegnum, ið hevði 3 koyribreytir á havsíðuni á promenaduni. Lastbilurin koyrdi síðan eftir gongubreytini til hann ikki slapp longur, tí har var eitt bussskýli, og rakti og drap og særdi sera nógv fólk. Eftir at lastbilurin kom til Hotel Negresco, koyrdi hann spakuligari, og misti uppaftur meira ferð, tá ið ein á súkklu royndi at sleppa inn í førarahúsið, men noyddist at gevast, tá ið førarin hótti hann við einum pistóli gjøgnum vindeyga, og síðan royndi ein á motorsúkklu at støðga lastbilinum við at krøkja seg fastan í síðuna av bilinum og royndi at sleppa inn í førarahúsið. Vitni hava greitt frá, at ein maður ið royndi at støðga lastbilinum, datt niður á vegin og undir hjólini á lastbilinum. Vitni hava eisini greitt frá fyri The Telegraph, at tey sóu ein mann klúgva upp til førarahúsið og berjast við føraran, hetta hendi við eina vegforðing. Førarin skeyt eftir hesum manninum við sínum 7.65 mm pistóli, men rakti hann ikki. Síðan kom løgreglan á staði við 9mm Sig Sauer hondvápnum, og royndi at skjóta føraran. Lastbilurin helt leiðina fram umleið 200 metrar, til hann støðgaði klokkan 22:35 beint við Palais de la Méditerranée umleið fimm minuttir eftir, at álopið byrjaði. At enda vóru tað tveir løgreglumenn frá fronsku løgregluni, ið skutu føraran og drópu hann. Álopið fór fram á einum vegastrekki á 1,7 km, millum nummar 11 og 147 á Promenade des Anglais, har ið 84 fólk vórðu dripin og álopið elvdi til panikk og fólk runnu skríggjandi frá staðnum. Summi vóru særd av tí at tey lupu niður á strondina, ið lá fleiri metrar undir Promenaduni. Inni í førarahúsinum fann løgreglan ein 7.65mm pistól, eitt pistólmagasin, ein falskan pistól, eina falska granat, eina Kalashnikov, ið ikki virkaði og eina M16 byrsu, ið ikki virkaði. Offur. Yvirgangsmaðurin drap 84 fólk og særdi 308, harav vóru 52 kritiskt særd, 25 av teimum vóru í respirator næsta dagin. Tann 17. juli vóru 65 enn innløgd á sjúkrahúsi, harav var støðan kritisk hjá 18. Tíggju av teimum deyðu vóru børn. Talið 308 merkir, at hesi fólk fingu viðgerð á sjúkrahúsi orsakað av skaðum frá álopinum. Summar av hesum innleggingunum hendu ikki beinanvegin. Av teimum 84 deyðu vóru 38 fólk úr øðrum londum enn Fraklandi. Sambært einum lokalum talsmanni fyri muslimar, so vóru tað í minsta lagi 30 muslimar millum tey 84 deyðu. Líkini av øllum teimum 84 offrunum eru eyðmerkt av fronsku myndugleikunum Pokémon Go. Armbandið, Pokémon Go Plus, kann nýtast saman við appini og sigur tær frá, nær pokémons eru tætt við. Pokémon Go varð fyrst kunngjørt 10. september 2015, og bleiv knappliga útgivið uttan ávaring í juli 2016. Spælið liggur á tíni smartphone, og brúkar tína veruliga lokatión fyri at fáa teg at røra teg og ganga runt at finna sokallaðar Pokémons til títt savn. Hóast spælið bert varð útgivið í ávísum londum - í USA og Avstralia, og altso ikki í Føroyum, so hava nógvir føroyingar funnið útav at “snýta” fyri at fáa Pokémon Go á teirra fartelefonir. Sjálvt spælið er ein app, sum verður løgd á telefonina og brúkar myndatól og GPS fyri at síggja, hvar tú ert. Spælið gongur fyri seg í býnum ella bygdini, har tú ert, og sum luttakari skalt tú út at finna og fanga hesi ymisku pokemondjórini, sum eru at finna ymsastaðni í økinum. Hesi djórini, sum eisini verða kallaði pokemons, kunnu goyma seg kring alt landið, men eru serliga at finna við ymiskar standmyndir. Spælið er gjørt soleiðis, at tað eru trý lið, deild upp í litir, sum spæla móti hvørjum øðrum. Reytt, blátt og gult. Um eitt lið ætlar sær eitt sokallað "gym" ella stað, sum eitt annað lið longu hevur yvirtikið, má ein dystur til. Eitt sokalla "battle." Sum nú er, kanst tú fanga pokémons, gera teir sterkari og yvirtaka gyms frá øðrum spælarum. Spælið er eitt sokallað ARG (tað er "Alternate Reality Game"), ið setur pokémons inn á landkortið á telefonini, soleiðis at pokémons á tann hátt verða ein partur av veruliga heiminum. Við Pokémon Go appini á tíni fartelefon og einum serligum pokéball armbandið, sum kann nýtast til spælið, kanst tú spora teg fram til pokémons í økinum rundan um teg, fanga teir og berjast við aðrar veruligar spælarar. Jarlinson Pantano. Jarlinson Pantano Gómez (føddur 19. november 1988) er ein kolumbianskur súkklari. Grand Tour tíðarlinja. WD = Tók seg úr kappingini; Í gongd = IP Adam Yates. Adam Yates (føddur 7. august 1992) er ein bretskur veg- og banasúkklari og tvíburðabróðir Simon Yates. Adam Yates súkklar fyri liðið. Brøðurin er ikki í ætt við fyrrverandi súkklaran Sean Yates. Jasper Stuyven. Jasper Stuyven (føddur 17. apríl 1992 í Leuven) er ein belgiskur súkklari, ið kappst fyri. Thomas Voeckler. Thomas Voeckler (føddur 22. juni 1979) er ein franskur professionellur súkklari, ið súkklar fyri -liðið. Fabian Cancellara. Fabian Cancellara (føddur 18. mars 1981), kelinavn: "Spartacus", er ein sveisiskur professionellur súkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Hann var føddur í Wohlen bei Bern, Sveis. Cancellara byrjaði at súkkla vegsúkklukappingar sum trettanára gamal. Hann vann tvær ungdóms-HM kappingar í einkultstarti í 1998 og 1999. Hann gjørdist professionellur súkklari sum 19 ára gamal, tá ið hann fór at súkkla fyri liðið, har hann súkklaði sum "stagiaire". Hann er kendur fyri at klára seg sera væl í einkultstarti, og í klassisku kappingunum, og fyri at vera ein arbeiðshestur fyri nýggir liðfelagar hjá sær, ið eru góðir til høvuðskappingar (klassement). Sondre Holst Enger. Sondre Holst Enger (føddur 17. desember 1993) er ein norskur súkklari, ið súkklar fyri. Hann súkklar fyri fyrstu ferð í Tour de France í 2016. Úrslit. WD = Tók seg úr kappingini; IP = I gongd Tour de Suisse. Tour de Suisse () er ein árlig vegsúkklukapping í Sveis. Kappingin varir í nýggju dagar og liggur vanliga yvir tvey vikuskiftini í seinnu helvt av juni. Saman við Critérium du Dauphiné, verður kappingin mett at vera ein góð fyrireiking til Tour de France, ið byrjar tveir vikur eftir at Tour de Suisse er liðug. Síðan 2011 hevur kappingin verið partur av UCI World Tour, ið er hægsti støði innan professionellar súkklukappingar. Volta a Catalunya. Volta a Catalunya (,) er ein árlig vegsúkklukapping, ið verður hildin í Katalonia, Spania. Kappingin er partur av UCI World Tour sum tann fimta hendingin í kappingini. Volta a Catalunya er ein av trimum World Tour teinakappingum í Spania, hinar báðar eru Vuelta a España og Kring Baskaralandið. Kappingin hevur havt fleiri ymisk tíðarskeið í kalendaranum, og hevur fyrr verið hildin í september, juni og mai. Síðan 2010 hevur kappingin verið fyriskipað síðst í mars. Fleirfaldir vinnarar. "Súkklarar við kursiv-skrift eru enn virknir." Tour de Pologne 2016. Tour de Pologne 2016 (føroyskt: Kring Pólland) var tann 73. útgávan av súkklukappingini Tour de Pologne. Kappingin byrjaði 12. juli og endaði 18. juli. Samlaði vinnari av kappingini gjørdist belgiarin Tim Wellens frá. Kappingin var merkt av vánaligum veðurlíkindum. Á fimta teini góvust 86 súkklarar, og sætti teinur varð fyrst styttur og síðan avlýstur. Luttakandi lið. Av tí at Tour de Pologne er ein UCI World Tour kapping, so vóru øll átjan UCI Pro Teams-liðini boðin við og høvdu skyldu til at luttaka við einum liði í kappingini. Saman við Team Poland – ið er pólska landsliðið – so vóru wildcard pláss givin til seks onnur lið. Tour de Pologne. Tour de Pologne (franskt fyri "Kring Pólland", enskt: "Tour of Poland"), almenn stytting: TdP, er ein vegsúkklukapping í Póllandi. Kappingin er í teinum og fevnir vanliga um sjey ella otta teinar á tilsamans umleið 1,200 km til longdar. Kappingin varð fyrstu ferð hildin í 1928. Til 1952 var hon ikki hildin regluliga, men síðan hevur hon verið ein árlig kapping. Til 1993 var talan um eina kapping fyri amatørar, og flestu vinnararnir frá tíðarskeiðnum til tá vóru úr Póllandi. Tour de Pologne gjørdist partur av UCI ProTour í 2005, og partur av UCI World Ranking kalendaranum í 2009. Gent-Wevelgem. Gent-Wevelgem, alment Gent–Wevelgem – In Flanders Fields, er ein vegsúkklukapping í Belgia, ið hevur verið fyriskipað hvørt ár síðan 1934. Kappingin er ein av klassisku súkklukappingunum og partur av Flamsku súkkluvikuni. Kappingin verður vanliga hildin síðst í mars á seinasta sunnudegi áðrenn Tour of Flanders. Fleirfaldir vinnarar. "Súkklarar við kursiv-skrivt eru enn virknir" Amstel Gold Race. Amstel Gold Race er ein árlig vegsúkklukapping fyri menn í landslutinum Limburg í Niðurlondum. Kappingin er ein av várklassikarunum og verður hildin um hálvan ella í seinnu helvt av apríl. Fleirfaldir vinnarar. "Súkklarar við kursiv-skrivt eru enn virknir" E3 Harelbeke. E3 Harelbeke, fyrr kend sum Harelbeke–Antwerp–Harelbeke og E3-Prijs Harelbeke, er ein árlig súkklukapping í Flandern, Belgia. Kappingin byrjar og endar í Harelbeke og fevnir um eitt strekki á 203 kilometrar, fyri tað mesta í Eysturflandern. Fleirfaldir vinnarar. "Súkklarar við kursiv-skrivt eru enn virknir" Tom Boonen. Tom Boonen (føddur 15. oktober 1980) er ein belgiskur professionellur súkklari, ið vann HM í vegsúkkling í 2005. Hann súkklari fyri liðið, og er serfrøðingur í eindagskappingum ið hava spurt til seinast. Hann vann súkklumonumentini Paris-Roubaix 4 ferðir og Kring Flandern 3 ferðir, umframt fleiri aðrar sigrar, eitt nú hevur hann fimm ferðir vunnið E3 Harelbeke, hann hevur vunnið 6 teinar í Tour de France og fýra ferðir hevur hann vunnið Tour of Qatar. Tíðarlinja yvir úrslit á Monumentkappingum. DNF = Gjøgnumførdi ikki— = Luttók ikki Eddy Merckx. Édouard Louis Joseph, Baron Merckx (føddur 17. juni 1945), betri kendur sum Eddy Merckx, er ein belgiskur fyrrverandi professionellur veg- og banasúkklari. Hann varð føddur í Meensel-Kiezegem, Brabant, Belgia. Hann vaks upp í Woluwe-Saint-Pierre har foreldur hansara høvdu ein matvøruhandil. Hann íðkaði fleiri ítróttagreinir, men dámdi allarbest súkkling. Merckx fekk sína fyrstu súkklu sum trý ella fýra ára gamal og luttók fyri fyrstu ferð í súkklukapping í 1961. Hann fekk sín fyrsta sigur í Petit-Enghien í oktober 1961. Eftir at hava vunnið áttati kappingar á sum amatørsúkklari, gjørdist hann professionellur súkklari hin 29. apríl 1965, tá ið hann gjørdi sáttmála við Solo-Superia. Fyrsti stóri sigur hansara var tá hann vann Milano-Sanremo eitt ár seinni, eftir at hann hevði skift til Peugeot-BP-Michelin. Eftir sesongina í 1967 flutti Merckx til Faema og vann Giro d'Italia, ið gjørdist hansara fyrsti av ellivu Grand Tour sigrum - eitt met ið ongin hevur tikið enn. Fýra ferðir millum 1970 og 1974, gjøgnumførdi Merckx eina Grand Tour-greipu. Hansara seinasti greipusigur á Grand Tours var í 1974, og sama árið gjørdist hann heimsmeistari í vegsúkkling. Hann gjørdist tá fyrsti súkklarin ið hevði vunni greipuna og HM, hesin samanlagdi sigur nevnist á enskum Triple Crown. Hann er ein av bert trimum súkklarum, ið hevur vunnið allar fimm av teimum Klassisku súkklukappingunum, monumentini (Milano-Sanremo, Kring Flandern, Paris-Roubaix, Liège-Bastogne-Liège og Giro di Lombardia). Hinir báðir eru eisini belgiarar, Roger De Vlaeminck og Rik Van Looy. Hann vann Tour de France í 1969, 1970, 1971, 1972 og 1974. Tann einasta stóra eindagskapping, ið hann ikki vann var Paris-Tours: besta úrslit hansara frá tí kappingini var eitt sættapláss í 1973. AC Horsens. AC Horsens er eitt fótbóltsfelag í Danmark, ið spælir í Superliguni. Heimadystirnir verða leiktir á Casa Arena Horsens í Horsens. Felagið varð stovnað í 1994, sum eitt dóttirfelag hjá Horsens fS (stovnað 1915) og ein samanlegging av Dagnæs IF og B 1940; FC Horsens. UEFA Europa League 2016-17. UEFA Europa League 2016-17 var tann 46. sesongin í næsthægstu kappingini í fótbólti í Evropa, fyriskipað av UEFA, og 8. sesongin síðan hon fekk navnabroyting frá UEFA Cup til UEFA Europa League. Finalan varð spæld millum Ajax og Manchester United á Friends Arena í Solna, Svøríki. Manchester United vann finaluna og vann harvið sín fyrsta tittul. Annað innleiðandi umfar. Teir fyrru dystirnir vóru spældir hin 14. juli, og teir seinnu vórðu spældir 20. og 21. juli 2016. Triðja innleiðandi umfar. Teir fyrstu dystirnir vórðu leiktir hin 28. juli, og returdystirnir vórðu leiktir hin 3. og 4. august 2016. Play-off umfar. Teir fyrstu dystirnir vórðu leiktir hin 17. og 18. august, and the second legs were played on 25 August 2016. Hagtøl. Hagtølini telja ikki innleiðandi og play-off umfør við. Úrvalslið fyri kappingina. UEFA tøkniligi studiubólkurin útvaldi fylgjandi 18 leikarar til úrvalsliðið fyri hesa kappingina. Odense Boldklub. Odense Boldklub (OB) er eitt danskt professionelt fótbóltsfelag. Felagið hevur vunnið trý danmarksmeistaraheiti og fimm DBU steypakappingar. Felagið spælir í donsku superliguni og hrbut heimabana á TRE-FOR Park í Odense. Felagshúsið og venjingarvøllir hjá OB liggja í Ådalen við Odense Å. Almenna viðhaldsfefelagið hjá OB, "De Stribede", varð stovnað í 1995 og hava avlagt troyggjunummar 12, sum eitt tekin um 12. á vøllinum. Aarhus Gymnastikforening. Aarhus Gymnastikforening er eitt ítróttafelag og fótbóltsfelag í Danmark. Fótbóltsfelagið er ein partur av ítróttafelagnum Aarhus Gymnastikforening af 1880, ið varð stovnað í 1880. Fótbóltur gjørdist ein partur av felagnum í 1902. Nummar 12. 12 – 12. maður AGF Fanclub Aarhus Esbjerg fB. Esbjerg forenede Boldklubber (EfB}) er eitt professionelt danskt fótbóltsfelag frá Esbjerg í Vesturjútlandi. Felagið varð stovnað í 1924, sum ein samanlegging millum Esbjerg Boldklub af 1898 og Esbjerg Amatørklub af 1911. Felagið hevur heimavøll á Gl. Vardevej í Esbjerg, og spælir í bláum og hvítum stríputum troyggjum. Esbjerg fB hevur vunnið danmarksmeistaraheitið fimm ferðir, í 1961, 1962, 1963, 1965 og 1979 og hevur vunnið donsku steypakappingina tríggjar ferðir, í 1964, 1976 og 2013. FC Nordsjælland. Football Club Nordsjælland (FCN) er eitt professionelt danskt fótbóltsfelag úr Farum í Norðursælandi. Felagið varð stovnað sum "Farum Boldklub" frá samanleggingini millum bæði fótbóltsfeløgini í býnum Farum IK og Stavnsholt BK í 1991. Felagið skifti navn til F.C. Nordsjælland í 2003. Lyngby BK. Lyngby Boldklub er eitt professionelt danskt fótbóltsfelag, ið varð stovnað í 1921. Felagið hevur heimavøll á Lyngby Stadion í Kongens Lyngby, Danmark. Frá 1994 til 2001 varð felagið kent sum Lyngby FC. Danska Superligan 2016-17. Danska Superligan 2016-17 sesongin er 27. sesongin í donsku Superliguni, ið avgerð danmarksmeistaraskapin í fótbólti. Sesongin er tann fyrsta við nýggja strukturinum, har ið 14 feløg spæla móti hvørjum øðrum heima og úti, til deildin verður býtt sundur í meistaraskap og niðurflytingardystir (play-offs). Nýggi struktururin er við íblástri frá bestu fótbóltsdeildini í Belgia og varð góðkend av Dansk Boldspil-Union, 28.juni 2015. SønderjyskE Fodbold. SønderjyskE er eitt danskt fótbóltsfelag. Felagið hevur lið í donsku Superliguni, ið er besta fótbóltsdeildin hjá monnum. Heimadystir verða spældir á Sydbank Park í Haderslev. Danska Superligan 2015-16. Danska Superligan 2015-16 var tann 26. sesongin í donsku Superliguni, ið avgerð hvør ið verður danskur meistari í fótbólti. Midtjylland vóru forsvarandi meistarar. Randers FC. Randers FC er eitt danskt professionelt fótbóltsfelag við heimstaði í Randers. Besta mansliðið spælir í donsku Superliguni, ið er næstbesta fótbóltsdeildin í donskum fótbólti hjá monnum. Felagið var stovnað 1. januar 2003 og byggir víðari á lisensin hjá Randers Freja, ið fyrr hevur vunnið tríggjar DBU-steypakappingar. Síðan felagið bleiv stovnað sum Randers FC hevur felagið einaferð vunnið DBU pokalen. Randers FC spælir heimadystir sínar á AutoC Park Randers, ið rúmar 10.300 hyggjarum. Viborg FF. Viborg F.F. er eitt danskt professionelt fótbóltsfelag í Viborg. Fulla navnið á felagnum er Viborg Fodsports Forening, men navnið verður oftast stytt til Viborg F.F. ella VFF. Felagið varð stovnað í 1896. John Cena. John Felix Anthony Cena, Jr. (føddur 23. apríl 1977) er ein amerikanskur professionelur wrestlari, ið arbeiður fyri felagið World Wrestling Entertainment, Inc. (WWE). Hann er ein 15-ferð verðinsmeistari í WWE og hevur eisini vunnið Money in the Bank dystin í 2012 og Royal Rumble dystin í 2008 og 2013. Umframt at vera wrestlari er hann eisini rappari, sjónleikari og sjónvarpsvertur. Richie Porte. Richard Julian "Richie" Porte (føddur 30. januar 1985) er ein Avstralskur professionellur vegsúkklari, ið súkklar fyri BMC Racing Team og tveir ferðir vinnari av Paris-Nice. Geraint Thomas. Geraint Howell Thomas, MBE (føddur 25. mai 1986) er ein walisiskur professionellur súkklari, ið súkklar fyri UCI WorldTeam, Wales og Stóra Bretland. Rui Costa. Rui Alberto Faria da Costa, ComIH (føddur 5. oktober 1986) er ein portugisiskur professionellur súkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Hann er mest kendur fyri at vinna HM í vegsúkkling 2013í Toscana, Italia – hann var tann fyrsti portugisarin, ið vann heimsmeistaraheitið í vegsúkkling, og fyri at vinna tríggjar teinar av Tour de France í 2011 og 2013, og Tour de Suisse í 2012, 2013 og 2014, og gjørdist tá tann fyrsti súkklarin ið vann kappingina trý ár á rað. La Flèche Wallonne. La Flèche Wallonne (, franskt fyri "Wallonski pílurin") er ein stór professionel vegsúkklukapping fyri menn, ið verður hildin hvørt ár í apríl í Wallonia, Belgia. Clásica de San Sebastián. Donostia-Donostia Klasikoa — Clásica San Sebastián-San Sebastián (San Sebastián Classic) er ein súkklukapping, ið er blivin fyriskipað hvørt ár um summarið síðan 1981 í San Sebastián, Spania. Fleirfaldir vinnarar. "Súkklarar við skráskrift eru virknir súkklarar." Frímerkja- og postsøgan hjá Aserbadsjan. Frímerkja- og postsøgan hjá Aserbadsjan er um søguna hjá frímerkjum og postskipanina í Aserbadsjan, ið fylgir søguni hjá landinum frá innlimanini í Russiska ríkið í 1806, til tað stutta tíðarskeiðið við sjálvræði í 1918, ið landið misti til Sovjetsamveldið í 1920 og endurvann í 1991, eftir at Sovjetsamveldið fall. Jon Izagirre. Jon Izagirre Insausti (føddur 4. februar 1989) er ein baskiskur professionellur veg- og súkklukross súkklari, ið kappast fyri UCI ProTeam liðið. Hann verður av og á nevndur Ion Izagirre, orsakað av at bæði Ion og Jon svara til tann baskiska formin fyri John. Grand Tour tíðarlinja. WD = Tók seg úr kappingini; IP = Í gongd Eva Margreta úr Baianstovu. Eva Margreta Frederikke Jacobsdatter Lützen vanliga nevnd Eva Margreta úr Baianstovu (fødd 16. oktober 1814 í Tórshavn, Føroyar, deyð 23. juli 1877 í Tórshavn, Føroyar), var dóttir Jacob Poulsen og Onnu Mariu Hansdóttir. Hon giftist við Andreas Christian Lützen og saman fingu tey børnini Onnu Lützen, Niklas Lützen, Jacob Lützen, Lütje Lützen, Georg Lützen, Andreas Christian Lützen og Edvard Lützen. Fleiri av børnum og eftirkomum hennara hava havt stóran týdning í Føroyum. Hon var omma at Andrias Christian Evensen, og einasta dóttir hennara, Anna, giftist við prestinum og próstinum Jens Christian Evensen. Í 1925 varð ein bók skrivað við Onnusa endurminningum, ið kom útskrivað í trimum hondskrivaðum eintøkum. Danmark Rundt 2016. Danmark Rundt 2016 var ein vegsúkklukapping fyri menn, ið varð hildin frá 27. juli til 31. juli 2016. Tað var 26. útgávan av teinakappingini, Danmark Rundt, ið varð stovnað í 1985. Kappingin varð flokkað sum ein 2.HC kapping og var partur av UCI Europe Tour 2016. Kappingin hevði fimm teinar í fimm dagar, har ein einklultstartur eisini var. Luttakarar. Tilsamans luttóku 16 lið við 8 súkklarum hvør á Danmark Rundt 2016: 3 UCI WorldTeam-lið, 8 UCI Professionell kontinentallið, 4 UCI kontinentallið umframt danska landsliðið, ið súkklaði undir navninum Team Postnord Danmark. PostNord er sponsor av kappingini. Føroyskir luttakarar: Torkil Veyhe, ið súkklaði vi danska landsliðnum. Teinar. Tað eru fimm teinar yvir fimm dagar við einum einkultstarti á fjórða degnum. Daniele Bennati. Daniele Bennati (føddur 24. september 1980) er ein italskur súkklari, ið er serfrøðingur í spurti. Hann súkklar fyri UCI ProTeam. Hann gjørdist professionellur í 2002, tá hann gjørdist partur av. Nicolai Brøchner. Nicolai Brøchner Nielsen (føddur 4. juli 1993) er ein danskur súkklari, ið súkklar fyri Riwal Platform Cycling Team. Mads Würtz Schmidt. Mads Würtz Schmidt (føddur 31. mars 1994) er ein danskur súkklari, ið súkklar fyri Team Katusha. Hann vann heimsmeistaraheitið fyri U23 menn í einkultarti í 2015. Magnus Cort. Magnus Cort Nielsen (føddur 16. januar 1993) er ein danskur professionellur súkklari, ið kappast fyri. Í juni 2014 kunngjørdi World Tour liðið at tey høvdu gjørt ein trý ára sáttmála við Magnus Cort, ið byrjaði í 2015. Í september 2016 luttók hana á fyrsta sinni í einari Grand tour kapping, tað var í Vuelta a España, og har eydnaðist tað honum at vinna 18. teinin, tá hann vann ein hópspurt til seinast á teininum. Hann vann eisini tann seinasta teinin á Vuelta a España 2016, ið endaði í Madrid við hópspurti. Grand Tour tidslinje. WD = Gjøgnumførdi ikki; IP = Í gongd Danmark Rundt. Danmark Rundt (føroyskt: Kring Danmark ella Danmark Runt) er ein donsk teinakapping fyri professionellar vegsúkklarar. Kappingin er fyriskipað sum ein partur av UCI Continental Circuits. Kappingin er stuðlað av danska og svenska almenna postverkinum, PostNord Danmark, og tí verður kappingin eisini nevnd PostNord Danmark Rundt (fyrr: Post Danmark Rundt). Kappingin er vanliga á 6 teinar, tó bert fimm teinar í 2016. Í løtuni luttaka umleið 17 lið við 8 súkklarum hvør. Kappingin verður onkuntíð nevnd Tour of Denmark í enskmæltum miðlum. Dan Martin. Daniel "Dan" Martin (føddur 20. august 1986) er ein írskur professionellur súkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Han er føddur og uppvaksin í Onglandi, men hevur kappast fyri Írland síðan 2006. UCI World Tour 2017. UCI World Tour 2017 er tann sjeynda útgávan av UCI World Tour. GP Viborg 2016. Tann 4. útgávan av GP Viborg súkklukappingini varð hildin í Viborg 30. apríl 2016. Kappingin var ein partur av UCI Europe Tour 2016-kalendaranum í bólki 1.2. Hollendarin Johim Ariesen vann kappingina, meðan donsku súkklararnir Andreas Jeppesen og Kasper Asgreen frá Team Trefor-Blue Water gjørdist nummar tvey og trý. GP Viborg. GP Viborg er ein súkklukapping í Danmark, ið er partur av UCI Europe Tour í bólki 1.2. Kappingin var nevnd Destination Thy í 2013 og 2014. Fyen Rundt. Fyen Rundt er ein professionel eindags súkklukapping, ið verður fyriskipað árliga í Danmark. Kappingin er partur av UCI Europe Tour flokkað sum 1.2. Kappingin hevur verið fyriskipað síðan 1894, ið gera hana til triðelstu súkklukapping í heiminum av hesum slagnum. Submergence. "Submergence" er ein komandi amerikanskur-franskur-spanskur filmur, ein romantiskur trillari, ið er leikstjórnaður av Wim Wenders. Filmurin tekur støði í skaldsøguni við sama heiti. Høvuðsleikararir eru Alicia Vikander og James McAvoy. Ein partur av filminum er upptikin í Føroyum, í Gásadali og í Saksun. Filmurin er gott 2 tímar langur og harav eru 10 minuttir tikið upp í Føroyum. Filmupptøkur. Filmsupptøkurnar byrjaðu hin 12. apríl 2016 í Fraklandi, Týsklandi, Spania, Føroyum og Djibouti. Jonas Flindt Rasmussen. Jonas Flindt Rasmussen (føddur 7. november 1988) er ein danskur fótbóltsleikari, ið spælir við KÍ í Effodeildini. Hann gjørdist føroyskur meistari við B36 í 2011. Jonas hevur fyrr spælt við donsku feløgunum Svendborg og Hvidovre og norska felagnum Nybergsund. Danmark á Summar-OL 2016. Danmark luttekur á Summar-OL 2016 í Rio de Janeiro, Brasil, frá 5 til 21. august 2016. Donsk ítróttafólk hava luttikið á øllum summar-OL uttan í 1904 í St. Louis. Ein føroyingur luttók undir donskum flaggi á Summar-OL 2016, tað gjørdi Pál Joensen, tá ið hann svam 1500 metrar frí. Kappingin hjá monnum. Fótbóltsliðið hjá Danmark kvalifiseraði seg til OL við at koma til hálvfinaluna á U21 EM í fótbólti í Kekkia. Úrslit. NR = Tjóðarmet, Q = Beinleiðis kvalifikatión, q = Kvalifiserað(ur) sum ein av teimum bestu, ið ikki vórðu beinleiðis kvalifiserað Úttøka. Hesir leikarar vórðu úttiknir til hondbóltskappingina á Summar-OL eftir innstilling frá Dansk Håndbold Forbund og eftir at Danmarks Idrætsforbund hevði góðkent tað. Súkkling. Danskir súkklarar kundu í mesta lagi kvalifisera tríggjar súkklarar til kvotupláss í vegsúkklukappingini hjá monnum á OL. Hesir skuldu vera millum topp-15 av donsku súkklarunum, ið høvdu luttikið á UCI Europe Tour 2015. Vegsúkkluliðið, ið var undir leiðslu av Jakob Fuglsang, ið tvær ferðir áður hevði luttikið á Olympisku Leikunum, varð úttikið 23. juni 2016. GP Horsens 2016. Onnur útgáva av GP Horsens fór fram hin 12. juni 2016. Súkklukappingin var ein partur av UCI Europe Tour 2016-kalendaranum í bólki 1.2. Samlaði vinnarin av GP Horsens gjørdist danski súkklarin Alexander Kamp. Yuri van Gelder. Yuri van Gelder í 2008. Yuri van Gelder (føddur 20. apríl 1983 í Waalwijk) er ein niðurlendskur fimleikari. Eythora Thorsdottir. Eythora Elisabet Thorsdottir (Eyþóra Elísabet Þórsdóttir; fødd 10. august 1998 í Rotterdam) er ein niðurlendskur fimleikari av íslendskari ætt, bæði foreldur hennara eru úr Íslandi. Maarten Brzoskowski. Maarten Brzoskowski (føddur 19. september 1995 í Best) er ein niðurlendskur svimjari av pólskari ætt. Eygló Ósk Gústafsdóttir. Eygló Ósk Gústafsdóttir er ein íslendskur svimjari, ið luttók á Olympisku leikunum í London í 2012 og í Rio de Janeiro í 2016. Í 2015 vann hon tvey bronsuheiðursmerki á EM í svimjing á stuttgeil. Hua Hin. Hua Hin er ein býur í Tailandi. Tað eru 55 500 íbúgvarar í Hua Hin. Hua Hin liggur norðanfyri Malayahálvoynna, um 200 kilometrar frá Bangkok, og er eitt vælumtókt ferðamál. Hua Hin er yndisferðamálið hjá tailendsku kongafamiljuni við summarslottinum Klai Kangwan, ið merkir "langt frá allari stúran." Sarah Sjöström. Sarah Sjöström (fødd 17. august 1993) er svenskur svimjari. Á, um vit. Á um vit er ein sangur, ið Frændur útgav í 1986 á Frændur II útgávuni. Á, um vit eru í góðum lag á, um vit verða í betri lag tankarnir liva um órætt og hungur men hvør hevur megi at broyta um tað Á, um vit eru í ringum lag á, um vit gerast í verri lag hvar eru vinir sum stimbra og eggja og hvør fer at hugsa um onnur enn seg Á, um vit eru so líkaglað á, um vit ganga í sama lag ferðast í flokkum, men spjødd innaní er hetta lív sum ein meining er í í hesum heimi sum bløðir av neyð men krútið í vápnum gerst ongantíð breyð Lat okkum royna í frægasta lag at fylkjast og mennast hvønn tann einasta dag so lætta vit skýggjum og birta ta vón at aftur skal hómast ein vakrari sjón har blómurnar grógva og børnini spæla úr okkara hjørtum skal kærleikin næla Hvítar flykrur. Hvítar flykrur er ein sangur hjá Frændum. Hvítar flykrur leggja seg á greinar træið skal nú hvíla eina tíð flykrur seta seg á mínar herðar Eri eg sum hvíta vakra træið sum í kulda bíðar eftir sól veit at allar flykrur munnu bráðna Bolungarvík. Bolungarvík er ein fiskibygd, staðsett á Vestfjørðunum í Íslandi. Bygdin er umleið 14 km frá Ísafirði, størsta býi á Vestfjørðunum, og 473 km frá Reykjavík, høvuðsstað Íslands. Bolungarvík er ein av teimum elstu fiskipostunum í Íslandi. Bygdin er staðsett tætt við fiskimið beint uttanfyri Vestfirðinar. Bygdin hevur eitt Náttúrugripasavn, har erin ímillum annað kann síggja ísbjørn og størsta fuglasavn í Íslandi. Í góðum veðri ber eisini til at síggja eystursíðu Grønlands frá toppinum av Bolafjalli. Íslenski filmurin Nói Albinói frá 2003 var upptikin í Bolungarvík. Filmurin snýr seg um ein ungan drong, sum missir familju sína í einum kavaflóði. Petite Meller. Petite Meller er ein fronsk songkvinna. Hon er kend frá bólkinum Terry Poison. Arabiska várið. Arabiska Várið, sum byrjaði í Tunesia í 2011, breiddi seg skjótt til onnur arábisk lond, og tað førdi til ófrið í Libya, Egyptalandi, Tunesia, Jemen, og Sýria, sum síðani kom út í eitt blóðugt borgarakríggj. Arábiska Várið byrjaði í Tunesia, tá ið ein ungur maður, nevndur Mohamed Bouazizi, 17. desember 2010 setti eld á seg sjálvan sum eitt mótmæli ímóti korruptión og ágangi frá tunesisku myndugleikunum. Tað vóru hendingarnar í Tunesia, sum settu eld í stórar partar av tí arábiska heiminum og elvdu til stórar kravgongur og mótmæli til frama fyri nøkur heilt grundleggjandi mannarættindi í fleiri av londunum innan Arábisku Samgonguna. Úr Tunis breiddu mótmælini seg til fleiri lond í Miðeystri – millum annað til Egyptaland, Jemen og Sýria. Í Sýria er tvídrátturin vorðin til eitt sera blóðugt og harðligt borgarakríggj við fleiri enn 400.000 deyðum, samstundis sum fleiri milliónir eru flýdd úr landinum. Arabiska Várið er, síðan tað byrjaði í 2010, vorðið ein av teim størstu humaniteru kreppunum, vit hava sæð síðani Seinna heimsbardaga. Gene Wilder. Jerome Silberman (11. juni 1933 - 29. august 2016), betur kendur undir listanavninum Gene Wilder, var ein amerikanskur sjónleikari, skemtari, leikstjóri og rithøvundur. Wilder byrjaði sína sjónleikara yrkisleið á palli, og hevði sína fyrstu framførslu í sjónvarpi í sjónvarpsrøðini "Armstrong Circle Theatre" í 1962. Hansara fyrsti filmsleiklutur var sum gísli í filminum "Bonnie and Clyde" frá 1967, men slóðbrótandi leiklutur hansara kom árið eftir, tá hann spældi Leopold Bloom í filminum "The Producers", ið hann var tilnevndur til Oscar-virðisløn, sum besti leikari í eykaleikluti fyri. Hetta gjørdist fyrsti liður í samstarvi hansara við leikstjóran Mel Brooks, og arbeiddu teir saman við nógvar filmar í fleiri ár. Har ímillum kann nevnast "Frankenstein", sum Wilder skrivaði saman við Brooks, og gav teimum eina Oscar-tilnevning. Wilder er kendur fyri leiklut sín sum Willy Wonka í filminum "Willy Wonka & the Chocolate Factory" frá 1971, og leiklutin Richard Pryor sum hann spældi í fýra filmum: "Silver Streak" (1976), "Stir Crazy" (1980), "See No Evil, Hear No Evil" (1989), og "Another You" (1991). Wilder skrivaði og leikstjórnaði fleiri av sínum filmum, har ímillum kann nevnast "The Woman in Red" frá 1984. Triðja kona hansara var sjónleikarinnan Gilda Radner (f. 1946 - d. 1989), sum hevði spælt við honum í trimum filmum. Eftir deyða hennara orsakaðan av krabba í undirlívinum, gjørdist Wilder aktivur í felagskapum, ið høvdu við krabba at gera. Tá stovnaði hann saman við øðrum Gilda Radner Ovarian Cancer Detection Center í Los Angeles og Gilda's Club. Wilder spældi í sínum síðsta filmi í 2003, og setti seg at skriva bøkur eftir tað. Hann skrivaði endurminningina "Kiss Me Like a Stranger: My Search for Love and Art"; eitt søgusavn í 2005, "What Is This Thing Called Love?" í 2010; og skaldsøgurnar "My French Whore" (2007), "The Woman Who Wouldn't" (2008) og "Something to Remember You By" (2013). Miguel Indurain. Miguel Induráin Larraya (føddur 16. juli 1964) er ein pensioneraður spanskur súkklari. Induráin vann fimm Tours de France á rað frá 1991 til 1995, hann gjørdist tann fjórði súkklarin, ið hevur vunnið Tour de France fimm ferðir. Hann vann Giro d'Italia tvær ferðir, og gjørdist ein av sjey persónum, ið hevur vunnið greipuna Giro-Tour sama ár. Hann var ílatin gulu føraratroyggjuna í Tour de France í 60 dagar. Síðan teir sjey sigrarnir vóru tiknir frá Lance Armstrong, eigur Induraion nú metið fyri tann súkklara, ið hevur vunnið flest Tour de France á rað og deilir metið sum mest vinnandi á Tour de France við Jacques Anquetil, Bernard Hinault og Eddy Merckx. Darwin Atapuma. John Darwin Atapuma Hurtado (føddur 15. januar 1988) er ein kolumbiskur súkklari, ið súkklar fyri. Talvolympiadan 2014. Tann 41. Talvolympiadan, varð fyriskipað av Fédération Internationale des Échecs (FIDE) og hevði ein opnan bólk og ein bólk fyri kvinnur. Í opna bólkinum kunnu bæði kyn luttaka, men oftast eru tað bert menn ið luttaka í opna bólkinum. Talvolympiadan 2014 fór fram í Tromsø, Noreg frá 1. – 14. august 2014. Fyriskiparin var Chess Olympiad Tromsø 2014 AS ið stóð fyri kappingini vegna FIDE. Føroyskir telvarar á Talv-OL 2014. Føroysku telvararnir ið luttóku fyri Føroyar á Talvolympiaduni 2014 vóru: IM Helgi Dam Ziska (2507), IM John Arni Nilssen (2322), IM John Rødgaard (2361), Olaf Berg (2320) og føroyameistarin frá Talv-FM 2014, Høgni Egilstoft Nielsen (2256). Finnbjørn Vang var ferðaleiðari. Áðrenn Talv-OL 2014 byrjaði, var føroyska liðið styrkismett sum nummar 72 av 178 liðum. Fródi. Fróði Hansen eisini kendur undir listanavninum Fródi, (føddur 26. septembur 1986) av Argjum er ein føroyskur sangari, sangskrivari og tónleikari. Hann útgav sína fyrstu fløgu í 2013, tá ið Creeping Storm útkom. Trý ár seinni, í 2016, útgav hann fløguna Ultramarine. Í samband við útgávuna hevði hann útgávukonsert á Reinsarínum í Havn. Fróði Hansen er eisini kendur sum forsangari í bólkinum Fródi & The Pink Slips, ið útgav albummið "The Mouse" í 2012. Familja. Fróði er bróðir Guðrið Hansdóttir. Lystrup. Lystrup er ein fylgibýur til Aarhus í Eysturjútlandi í Danmark við 10.378 íbúgvum (2016), sum liggur í Lystrup Sókn. Umframt hetta er hann ein jarnbreytarbýur (stationsby) í Aarhus Kommunu undir Región Miðjútland. Undantikið sjálvt Aarhus, er hetta størsta býarøkið í kommununi. Navnið Lystrup hevur sín uppruna frá einum høvdingi, ið æt "Lyr", sum livdi í økinum í 13. øld. Lyr var ein íðin tilbiðari av Ásunum og tí avnoktaði hann kristindómin og svór, at tað skuldi ongantíð byggjast nøkur kirkja á hansara jørð. Gravheygur Lyrs er enn í dag tætt við Lystrup kirkju, ið varð bygd í 1989. Økið varð í fleiri ár nevnt "Lyrstrup", men seinni fekk tað sítt núverandi navn Lystrup. Í dag hevur býurin ment seg og er saman við býarpartinum Elsted og tí lítla býinum Elev sítt egna nærsamfelag 10 kilometrar frá miðstaðar Aarhus. Petter Forkstam. Lars Petter Rickard Forkstam (føddur 9. september 1983 í Malmö) er ein svenskur politikari. Hann umboðar Miljöpartiet. Muhammad Ali. Muhammad Ali (føddur Cassius Marcellus Clay Jr.; 17. januar 1942 – 3. juni 2016) var ein amerikanskur olympiskur ítróttarmaður, yrkisboksleikari og aktivistur. Hann er ein av kendastu ítróttarfólkum í 20. øld. Cassius Clay var føddur og uppvaksin í Louisville, Kentucky í USA. Hann byrjaði at venja amatørboksing tá ið hann var tólv ára gamal. Tá hann var átjan ára gamal, vann hann eina gullmedalju til olympisku leikirnar í Róm í 1960. Stutt eftir tað skifti hann átrúnað til islam. Tá Clay var 22 ár í 1964, vann hann tveir boksititlar frá Sonni Liston. Tað var tá at hann skifti navn frá Cassius Clay til Muhammad Ali, tí hann føldi at Cassius Clay var eitt "trælanavn". Í 1966, tvey ár aftaná at hava vunnið tungvektsbokstittulin frá Sonni Liston, forargaði Ali ta amerikonsku stjórnina við at nokta at skriva seg inn í tann amerikanska herin. Hann var ímóti amerikanska virkseminum í Vjetnam, og segði sín átrúnað vera orsøkina til avgerð sína. Hann var seinni handtikin og funnin sekur í at mótsiga hernaðarskyldu. Eisini vóru bokstitlar hansara tiknir frá honum. Hann mótmælti fyri hægstarætti í USA, sum læt dómin falla í 1971. Ali er mettur at vera ein av bestu tungvektboksarum í 20. øld. Hann var seks ferði valdur sum "ársins nevaleikari" í blaðnum "The Ring". Hann var valdur sum "Besti ítróttarmaður í 20. øld" av "Sports Illustrated" og BBC. Sjónvarpstøðin ESPN nevndi hann triðja besta ítróttarmann í 20. øld. Ali hevði eyknevnið "the Greatest" og var við í fleiri søguligum boksdystum. Har ímillum kunna nevnast: "Fight of the Century", "Super Fight II", "Thrilla in Manilla", og "The Rumble in the Jungle", har hann bardist við George Foreman. Í tí tíðini tá Ali bardist sum mest, var tað venjan at umboðsmenn boksarana tóku sær av at tosa við fjølmiðlar. Ali stórtreivst í kastljósinum, har hann ofta kundi vera ágangandi og margháttligur. Hann var kendur fyri at útspilla mótstøðuleikaranar, og tosaði ofta skjótt, í rími, ella yrkingum. Hetta gjørdi hann eisini undir yrkisleið síni sum aktivistur. Sum tónleikari tosaði Ali inn á tvær plátur og var við í einum rútmu/blues sangi. Hetta fekk hann tvær Grammy tilnevningar fyri. Sum sjónleikari var hann við í fleiri filmum og einum Broadway songleiki. Ali skrivaði tvær sjálvsævisøgur, eina undir yrkisleið sínari sum boksari og eina aftaná. Eftir at Ali gavst sum boksari í 1981, gav hann lív sítt til átrúnaðar- og góðgerðarstarvsemi. í 1984 greindist hann við Parkinsonsjúku, sum læknar hansara mettu, at var komið av skaða í heilanum, ið hann hevði mátt fingið undir starvi sínum sum boksari. Sum Ali fór versnandi av sjúkuni, minkaðu eisini tær almennu upptraðkaninar. Familja Ali tók sær av honum til deyða hansara í Arizona tann 3. juni 2016. Cofidis (súkklulið). Cofidis Solutions Crédits () er eitt franskt professionelt súkklulið, hvørs høvuðsstul er Cofidis, ið er ein fyritøka ið lænir pengar út.Liðið varð stovnað í 1996 av Cyrille Guimard, ið er fyrrverandi venjari hjá Bernard Hinault, Greg LeMond og Laurent Fignon frá Renault-Elf-Gitane liðnum frá 1980'unum. Liðið var partur av UCI ProTour tær fyrstu fimm sesongirnar hjá ProTour. Síðan 2010 kappast liðið sum eitt UCI Professionelt Kontinentallið. Euskaltel-Euskadi. Euskaltel-Euskadi ("UCI Liðkota:" EUS) var eitt professionelt súkklulið úr Spania, ið kappaðist innan vegkappsúkkling. Liðið varð fíggjað kommersielt, men var eisini lutvíst fíggjað av baskisku stjórnini fram til árslok 2013, og hevði tá súkklarar úr antin Baskaralandinum, Navarre, La Rioja, Cantabria ella Franska Baskaralandinum, ella av súkklarum ið vóru uppvaksnir í einari av hesum regiónum. Hesin politikkur varð sleptur fyri at fáa World Tour status. Høvuðsstuðulin var Euskaltel, ein baskiskt telefyritøka. Graffignana. Graffignana (týskt: "Grafgnàna") er ein kommuna í Lombardia, í Norður-Italiu, sum liggur 12 kilometrar sunnan fyri Lodi og 35 km í ein landsynning av Milano. Tann 30. september 2012 búðu 2671 fólk har. Økið er 10,92 ferkilometrar til støddar. Graffignana hevur mark til hesar kommunur: Borghetto Lodigiano, Miradolo Terme (PV), San Colombano al Lambro (MI), Sant'Angelo Lodigiano, Villanova del Sillaro. Malta á Summar-OL 2016. Malta luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 7 ítróttafólk úr Malta í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Kiribati á Summar-OL 2016. Kiribati luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 3 ítróttafólk úr Kiribati í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Aruba á Summar-OL 2016. Aruba luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 7 ítróttafólk úr Aruba í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Palau á Summar-OL 2016. Palau luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 5 ítróttafólk úr Palau í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Vanuatu á Summar-OL 2016. Vanuatu luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 4 ítróttafólk úr Vanuatu í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Luigi Carlo Borromeo. Luigi Carlo Borromeo (føddur 26. oktober 1893, deyður 2. juli 1975) var ein italskur biskupur í tí katólsku kirkjuni í sóknini Pesaro. Hann varð føddur í Graffignana í 1953. Hann varð prestvígdur í 1918 og var lærari í heimspeki í Lodi. Í 1951 var hann vígdur sum hjálpar-biskupur í Lodi. Frá 1952 til 1975 var hann biskupur í Pesaro. Hann var konsulfaðir á teimum fýra setunum av Seinna Vatikankonsilinum, og í 1971 vælsignaði hann kirkjuna, ið var ognað sankta Charles Borromeo. Føroyar á Summar-PL 2016. Føroyar luttóku á Summar Paralympisku Leikunum 2016 í Rio de Janeiro. Tað var ein ítróttakvinna, ið luttók á leikunum: Krista Mørkøre. Hon luttók í 50 m frí innleiðandi, 100 m frí innleiðandi og 400 m frí innleiðandi. Summar-PL 2012. Summar Paralympisku Leikirnir 2012, stytt Summar-PL 2012, var ein fjølítróttastevna fyri ítróttafólk við breki. Leikirnir vórðu hildnir í London, Ongland í døgunum frá 29. august til 9. september 2012. Nauru á Summar-OL 2016. Nauru luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 2 ítróttafólk úr Nauru í 2 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Wanty-Groupe Gobert. Wanty-Groupe Gobert ("UCI liðkota": WGG) er eitt UCI professionelt kontinental-súkklulið hjá monnum, ið varð stovnað í 2008. Liðið er heimahoyrandi í Belgia og luttekur í kappingum innan UCI Continental Circuits, og nøkrum av UCI World Tour-kappingunum. Bora-Hansgrohe. Bora-Hansgrohe ("UCI Kota": BOH) er eitt súkklulið, ið varð stovnað í 2010 við einum týskum UCI Professionellum Kontinental-lisensi. Fortuneo-Oscaro. Fortuneo–Vital Concept ("UCI Liðkota": FVC) er eitt UCI Professionelt Kontinental-súkklulið við heimstaði í Rennes, Frakland, ið luttekur í UCI Continental Circuits-kappingum og UCI World Tour-kappingum, tá ið liðið fær eitt wild card. Liðið varð stovnað í 2005 og í 2013 gjørdist høvuðsstuðulin Séché Environnement. Liðið broytti navn í 2016 til Fortuneo Vital Concept og skal eisini nýta tað navnið í 2017. Stölting Service Group. Team Stölting er eitt UCI Professionelt Kontinentallið, ið varð stovnað í 2011. Liðið hevur heimstað í Týsklandi. Liði luttekur í UCI Continental Circuits kappingum. Team Wiggins. Team Wiggins ("UCI liðkota:" WGN), er eitt professionelt súkklulið, eitt menningarlið, ið hevur heimstað í Stóra Bretland. Liðið byrjaði við at luttaka í vegsúkklukappingum og banasúkklukappingum í 2015. Roompot-Nederlandse Loterij. Roompot-Nederlandse Loterij () er eitt niðurlendskt UCI Professionelt Kontinentalsúkklulið fyri menn. Sport Vlaanderen-Baloise. Topsport Vlaanderen–Baloise () er eitt professionelt súkklulið við heimstaði í Belgia, ið luttekur í UCI Continental Circuits kappingum og, tá ið liðið verður útvalt við einum wildcard, so luttekur tað eisini í UCI ProTour kappingum. Wilier Triestina-Southeast. Wilier Triestina-Southeast () er eitt UCI Professionelt Kontinentallið, hvørs lisensur er heimahoyrandi í Italia. Teir flestu av súkklarunum og starvsfólkunum eru úr Italia. Gazprom-RusVelo. Gazprom–RusVelo (), er ein partur av Russiska Globala Súkkluverkætlanini, og er eitt veg- og bana súkklulið. Liðið varð stovnað seint í 2011 og fekk status sum eitt UCI Professionelt Kontinentallið. Redbad Klijnstra-Komarnicki. Redbad Klijnstra-Komarnicki (Redbad Klijnstra, Redbad Klynstra; føddur 29. november 1969 í Amsterdam) er ein pólskur sjónleikari av niðurlendskari og frísiskari ætt. Smoleńsk (filmur). Smoleńsk er pólskur filmur frá 2016, ið er leikstjórnaður av Antoni Krauze. Forsemölla. Forsemölla er ein fossur nær Rörum í Simrishamns kommunu í Svøríki. Fossurin er ein partur av "Rörums södra å". Nippo-Vini Fantini. Nippo–Vini Fantini () er eitt professionelt súkklulið, ið varð stovnað í Serbia í 2008. Liðið hevur síðan tá verið skrásett í Italia frá 2009-2011, síðan í Japan frá 2012 til 2014, og síðan 2015 aftur í Italia. Liðið luttekur í UCI Continental Circuits kappingum. Delko-Marseille Provence-KTM. Delko–Marseille Provence KTM () er eitt franskt UCI Professionelt Kontinental súkklulið, ið varð stovnað í 1974. Liðið gjørdist Kontinentallið í 2011, og tað gjørdi, at liðið síðan tá kann kappast í UCI Europe Tour kappingum. Bardiani CSF. Bardiani CSF ("UCI Liðkota": BAR) er eitt professionelt kontinental súkklulið, ið er skrásett í Italia og luttekur í UCI Continental Circuits kappingum og, tá ið liðið verður útvalt við einum wildcard, so luttekur tað eisini í UCI ProTour kappingum. WB-Veranclassic-Aqua Protect. Wallonie-Bruxelles er eitt UCI continental súkklulið, ið varð stovnað í 2011 og er heimahoyrandi í Belgia. Liðið luttekur í UCI Continental Circuits kappingum. NFTO. NFTO Pro Cycling ("UCI Liðkota": NPC) er eitt bretskt UCI Continental súkklulið. 'NFTO' er stytting fyri 'Not For The Ordinary'. Caja Rural-Seguros RGA. Caja Rural-Seguros RGA ("UCI Liðkota": CJR) er eitt professionelt kontinental súkklulið, ið luttekur í UCI Europe Tour kappingum og UCI World Tour kappingum, tí ið liðið fær ein innbjóðing við einum wildcard. Caja Rural var virkið innan professionella súkkling í 1980'árunum, men eftir tað virkaði liðið sum eitt amatørlið, til tað aftur gjørdist professionelt í 2010. ONE Pro Cycling. ONE Pro Cycling () er eitt bretskt UCI Professionelt Kontinentallið. Liðið byrjaði at kappast í 2015, og árið eftir, í 2016, gjørdist liðið professionelt kontineltallið. Hallamölla. Hallamölla er ein fossur í Tomelilla kommunu í Svøríki. Fossurin er ein partur av Verkaån. Svartifossur. Svartifossur er ein fossur á Streymoynni í Føroyum. Fossurin er ein partur av Hoydalsá. Áarstíggjafossur. Áarstíggjafossur er ein fossur á Streymoynni í Føroyum. Tonga á Summar-OL 2016. Tonga luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 7 ítróttafólk úr Tonga, ið luttóku í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Noreg á Summar-OL 2016. Noreg luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 62 ítróttafólk úr Noregi, ið luttóku í 13 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Grand Prix Cycliste de Québec 2016. Grand Prix Cycliste de Québec 2016 var tann 7. útgávan av eindags súkklukappingini Grand Prix Cycliste de Québec og varð hildin tann 9. september 2016. Kappingin var tann 24. í røðini av UCI World Tour 2016. Peter Sagan frá vann kappingina. Niðurlond á Summar-OL 2016. Niðurlond luttóku á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 242 ítróttafólk úr Niðurlondum, ið luttóku í 21 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Niðurlond á Summar-OL 2012. Niðurlond luttóku á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 27. juli til 12. august 2012. Í alt vóru tað 175 ítróttafólk úr Niðurlondum, ið luttóku í 18 ítróttagreinum á Summar-OL 2012. Mali á Summar-OL 2016. Mali luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 6 ítróttafólk úr Mali, ið luttóku í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Ísland á Summar-OL 2016. Ísland luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 8 ítróttafólk úr Íslandi, ið luttóku í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Elia Viviani. Elia Viviani (føddur 7. februar 1989) er ein italskur súkklari, ið kappast bæði innan breytsúkkling og vegsúkkling. Innan vegsúkkling súkklar hann fyri. Hin 10. mai 2015, vann hann sín fyrst Grand Tour sigur, tá ið hann vann ein tein í Giro d'Italia, hann vann tein 2 í einum hópspurti frammanfyri Moreno Hofland og André Greipel. Innan breytsúkkling hevur hann vunnið gull á OL, fleiri ferðir gull á EM og silvur á HM. Svøríki á Summar-OL 2016. Svøríki luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 152 ítróttafólk úr Svøríki, ið luttóku í 22 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Finnland á Summar-OL 2016. Finnland luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 54 ítróttafólk úr Finnlandi, ið luttóku í 15 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Belgia á Summar-OL 2016. Belgia luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 108 ítróttafólk úr Finnlandi, ið luttóku í 22 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Estland á Summar-OL 2016. Estland luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 45 ítróttafólk úr Finnlandi, ið luttóku í 13 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Namibia á Summar-OL 2016. Namibia luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 10 ítróttafólk úr Namibia í 4 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Guam á Summar-OL 2016. Guam luttók á Olympisku leikunum, sum vóru í Rio de Janeiro, Brasil, í døgunum 5. august til 21. august 2016. Í alt vóru tað 5 ítróttafólk úr Guam, ið luttóku í 3 ítróttagreinum á Summar-OL 2016. Vitaby. Vitaby er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 409 í 2010. Östra Tommarp. Östra Tommarp er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 284 í 2010. Hannas. Hannas er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 50 í 2010. Il Lombardia 2016. Il Lombardia 2016 var tann 110. útgávan av eindagssúkklukappingini Il Lombardia og varð hildin hin 1. oktober 2016. Tað var tann 27. kappingin í UCI World Tour 2016 kalendaranum. Slóðir úteftir. 2016 Androni Giocattoli-Sidermec. Androni Giocattoli-Sidermec er eitt súkklulið, ið er skrásett í Italia. CCC Sprandi Polkowice. CCC Sprandi Polkowice er eitt professionelt kontinentallið úr Póllandi, ið varð stovnað í 2000. Team Virtu Cycling. Team Virtu Cycling (fyrr kent undir nøvnunum Team Virtu Pro-Veloconcept, Team Trefor-Blue Water og Team TREFOR) er eitt UCI Continental-lið, ið varð stovnað í 2012. Liðið er skrásett í Danmark og luttekur í UCI Continental Circuits. Hin 22. juli 2016 fekk liðið nýggjar høvuðsstuðlar, tá ið Bjarne Riis og Lars Seier Christensen gjørdist nýggir stuðlar. Sama dag broytti liðið navn til Team Virtu Pro-Veloconcept. JLT Condor. JLT Condor er eitt bretskt UCI kontinental súkklulið, ið varð stovnað í 2004. Liðið hevur fyrr verið nevnt Rapha Condor–recycling.co.uk, tað var áðrenn samanleggingina millum recycling.co.uk Pro Cycling Team og RaphaCondor liðið síðst í 2007. Eneco Tour 2016. Eneco Tour 2016 er tann 12. útgávan av súkklukappingini Eneco Tour. Tað er 26. kappingin í World Tour-kalendaranum hjá UCI í 2016. Kappingin byrjaði 19. september og endaði 25. september 2016. Eneco Tour. Eneco Tour er ein teinasúkklukapping í Belgia og Niðurlondum. Navnið vísir til høvuðsstuðulin, ið er orkufelagið Eneco Energie. Kappingin er partur av bæði UCI ProTour og UCI World Ranking kalendarunum. Nikola Tesla. Nikola Tesla (føddur 10. juli 1856, deyður 7. januar 1943) var ein serbiskur-amerikanskur uppfinnari, maskinverkfrøðingur, alisfrøðingur og spámaður. Hann er viðurkendur sum ein av mest týðandi vísindafólkum í 19. øld og í byrjanini av 20. øld. Hann var mest kendur fyri hansara patentir og ástøði, ið hava lagt støði undir nútíðar AC-skipanum (vendistreym). Nikola Tesla var av serbiskum uppruna. Hann varð føddur í tí lítla býnum Smiljan í Lika-landslutinum í Keisaradøminum Eysturríki (nú í Kroatia). Hann var ríkisborgari í Keisaradøminum Eysturríki og síðan Eysturríki-Ungarn. Hann gjørdist amerikanskur ríkisborgari í 1891. Hann er maðurin handan heimsins fyrsta vendistreymsmotori, tað kunngjørdi hann í einum fyrilestri á einum amerikonskum fróðskaparsetri í 1888. Kvalifkatión til HM í fótbólti 2018 - UEFA Bólkur A. Dystir. Tíðirnar eru CEST, sum listað av UEFA (lokalar tíðir eru í klombrum). Málskjúttar. 93 mál vórðu skoraði í 30 dystum, tað svarar til í meðal 3,1 mál per dyst. Robert Lewandowski. Robert Lewandowski (føddur 21. august 1988) er ein pólskur professionellur fótbóltsleikari, ið spælir sum álopsleikari fyri týska felagið Bayern München og er liðskipari á Pólska fótbóltslandsliðnum. Lettlendska fótbóltslandsliðið. Lettlendska fótbóltslandsliðið umboðar Lettland í altjóða fótbóltskappingum, sum t.d. HM og EM. Núverandi hópur. Fylgjandi leikarar hava fingið landsliðsboð til HM 2018-kvalifikatións-dystirnir móti Føroyum og Ungarn ið vórðu spældir 7. oktober og 10. oktober 2016. "Dystir og mál eru røtt pr. Caps 7. oktober 2016, eftir dystin móti Føroyar." Niðurlendska fótbóltslandsliðið. Niðurlendska fótbóltslandsliðið umboðar Niðurlond í altjóða fótbólti. Liðið verður stýrt av Koninklijke Nederlandse Voetbalbond (KNVB). Núverandi hópur. Hesir leikarar fingu landsliðsboð til UEFA Euro 2020. Hin 8. juni 2021 tók Donny van de Beek seg úr hópinum vegna skaða. "Dystir og mál eru dagførd pr. 27. juni 2021." INJ Leikari tók seg úr aftur hópinum vegna skaða. Nýlig landsliðsboð. Hesir leikarar hava fingið landsliðsboð teir seinastu 12 mánaðarnir. COV Leikari tók seg úr hópinum vegna COVID-19. INJ Leikari tók seg úr hópinum vegna skaða. RET Leikari boðaði frá at hann fer at gevast á landsliðnum PRI Leikari kann ikki luttaka orsakað av persónligum ávum. Germanar. Germanar vóru tey fólkini, sum búðu næst markinum til Rómverjaríkið. Millum kendastu ættirnar vóru gotar og vandálar. Fyrst í ár 400 fóru vandálarnir gjøgnum Gallia (nú Frakland) og haðani til Norður-Afrika og til Spania. Við Alarik á odda hertóku og rændu vesturgotar býin Róm í ár 410. Við Artala á odda komu húnarnir til Gallia, har teir vórðu steðgaðir í árinum 451. Í árinum 476 settu herhøvdingarnir hjá barbárum síðsta keisaran frá, og Vestur-Rómverjaríkið var fallið. Norðurevropeiska fólkið er ættað frá teimum gomlu germanunum, sum um tað munið, Jesus var føddur, búðu norðanfyri Romverjaríkið. Til hesa ætt verða eisini roknað m.a. fólkini í Norðurlondum, Týsklandi, Hollandi og Stórabretlandi. Flestu mál í Evropa eru indo-evropeisk, til dømis romansk- og germansk mál, umframt slavisk- og baltisk mál og fleiri mál í Suður-Asia. Føroyskt er eitt norðurgermanskt mál og føroyingar er germanskt fólkaslag. André Silva. André Miguel Valente da Silva (føddur 6. november 1995) er ein portugisiskur professionellur fótbóltsleikari, ið spælir sum álopsleikari fyri A.C. Milan og portugisiska fótbóltslandsliðið. Hann gjørdi hattrick á Tórsvølli móti Føroyum hin 10. oktober 2016, tað hendi í fyrra hálvleiki innan 25. minuttir (12', 22', 37'). Rumenska fótbóltslandsliðið. Rumenska fótbóltslandsliðið umboðar Rumenia í altjóða fótbóltskappingum og verður stýrt av Rumenska fótbóltssambandinum. Núverandi hópur. Hesir leikarar fingu landsliðsboð til HM 2018 undankappingardystirnir móti Armenia hin 8. oktober 2016 og Kasakstan hin 11. oktober 2016. "Dystir og mál eru dagførd pr. 8. oktober 2016, eftir dystin móti." Finska fótbóltslandsliðið. Finska fótbóltslandsliðið umboðar Finnland í altjóða fótbóltskappingum og veðrur stýrt av Finska fótbóltssambandinum. Núverandi hópur. Hesir leikarar fingu landsliðsboð til HM 2018 undankappingardystirnir móti Íslandi hin 6. oktober 2016 og Kroatia hin 9. oktober 2016. "Dystir og mál eru dagførd pr. 9. oktober 2016, eftir dystin móti." Assýrar. Assýrar eru eitt fólkaslag við uppruna í økinum sum er markið millum núverandi Irak, Iran, Turkaland og Sýria. Nú á døgum livir ein stórur partur av assýrum í útlegd. Assýrar mynda størsta partin av kristna minnilutanum í Miðeystri. Tungumál. Assýrar tosa eystaru málførini (dialektirnar) av aramæiska málinum, t.d. "eystur-assýriskt" (suroyo). Fyrr tosaðu assýrar akkadiskt, sum doyði úr í fyrstu øld e.Kr. Assýrar skiftu gomlu akkadisku kílaskriftina, ið teir nýttu at skriva á leirtalvur, út við assýriska stavraðið ið er ein eftirkomari av aramæiska stavraðnum. Assýrar vóru millum fyrstu fólkasløg ið tóku ímóti kristindóminum, uml. ár 45 e.Kr. Montenegrinska fótbóltslandsliðið. The Montenegro national football team umboðar Montenegro í altjóða fótbóltskappingum og verður stýrt av Fudbalski Savez Crne Gore (FSCG), ið er montenegrinska fótbóltssambandið. Heimavøllurin hjá Montenegro er Podgorica City Stadium í Podgorica. Núverandi hópur. "Dystir og mál eru dagførd 11. oktober 2016 eftir dystin móti Danmark. Serbiska fótbóltslandsliðið. Serbiska fótbóltslandsliðið umboðar Serbia í altjóða fótbóltskappingum og verður stýrt av Serbiska fótbóltssambandinum. Semittar. Semittar er søguliga heitið fyri tey fólkasløg ið tosa og hava tosað semitisk mál. Orðið "semittur" kemur av syni Nóa nevndur Sem, ið sambært bíbliuni var ættfaðir at teimum semitisku fólkasløgunum, tvs. m.o. arábar, aramæaar, hebræar, bábylonar, kartaginiensar, fønikar og etiopar. Orðið fevnir sostatt øll núlivandi og útdeyðu semitiskttalandi fólkasløgini, men er tvítýtt, tí tað blandar málfrøði og tjóðfrøði (etnografi) saman, og er sostatt ikki í samsvar við nútíðar vísind. Heitið "semittur" verður stundum nýtt um jødar, serliga í neiliga forminum antisemitisma. Arábar. Arábar ella arabarar (), víðkaður týdningur arabisktmælt fólk, eru ein fjøletniskur (panetniskur) bólkur. Arábar búgva fyrst og fremst í Miðeystri, Norðurafrika, Afrikahorninum o.ø. pørtum av sokallaða "arabiska heiminum". Arábar tosa arabiskt mál, ið, saman við mentan og politiskum siðvenjum, knýtir teir saman. Norska fótbóltslandsliðið. Norska fótbóltslandsliðið () umboðar Noreg í altjóða fótbólti og verður stýrt av Norges Fotballforbund, ið er stjórnandi sambandi fyri fótbólt í Norra. Heimavøllurin hjá Norra er Ullevaal Stadion í Oslo og høvuðsvenjarin er Per-Mathias Høgmo. FIFA hevur sett Norska fótbóltslandsliðið sum nummar 49 pr. juli 2016 á listanum yvir fótbóltstjóðir eftir hvør er best. Núverandi hópur. Hópurin í talvuni niðanfyri varð úttikin til HM í fótbólti 2018 innleiðandi dystirnir móti Aserbadsjan hin 8. oktober og San Marino hin 11. oktober 2016. "Dystir og mál eru dagførd pr. 11. oktober 2016, eftir HM-undandystin móti San Marino". Nýlig landsliðsboð. Hesir leikarar hava fingið landsliðsboð seinastu 12 mánaðirnar. Kristoffer Halvorsen. Kristoffer Halvorsen (føddur 13. apríl 1996) er ein norskur súkklari, ið kappast fyri Team Joker. Hin 13. oktober 2016 vann hann HM í vegsúkkling 2016 hjá monnum undir 23. HM í vegsúkkling 2016. HM í vegsúkkling 2016 fór fram í Doha, Katar, í oktober 2016. UEFA Nations League. UEFA Nations League er ein ætlað komandi fótbóltskapping fyri fyri landslið í Europa fyri vaksnar menn. Liðini skulu vera limir í UEFA. Fyrsta kappingin byrjaði í september 2018, eftir HM í fótbólti 2018, og vinnarin av kappingini verður funnin í juni 2019. Kappingin kemur í høvuðsheitum í staðin fyri altjóða vinadystir. Liðini. Øll 55 landsliðini í UEFA fara at kappast í UEFA Nations League. Amalie Dideriksen. Amalie Dideriksen (fødd 24. mai 1996) er ein veg- og banasúkklari úr Danmark og pr. 5. oktober 2016 er hon núverandi heimsmeistari. Hon súkklar fyri niðurlendska liðið Boels Dolmans Cycling Team og fyri danska landsliðið. Hon vann junior-HM í vegsúkkling í 2013 og 2014 og eitt bronsuheiðursmerki í scratch-kappingini á Junior-HM í banasúkkling 2013. Í 2014 vann hon danska meistaraheitið í vegsúkkling. Hon luttók fyri Danmark í omnium fyri kvinnur á summar-OL 2016. Hon lá á nýggjundaplássi eftir flúgvandi umfarið, men megnaði at vinna stigkappingina, og endaði harvið á einum samlaðum fimtaplássi. Hin 15. oktober 2016, vann Dideriksen HM í vegsúkkling í Doha, Katar, hon vann á Kirsten Wild og Lotta Lepistö í einum hópspurti. Við at vinna meistaraheitið fyri vaksnar kvinnur, gjørdist hon partur av einum bólki av súkklarum, ið hava vunnið bæði junior-HM og seinni elitu-heimsmeistarakappingina. Hinar ið eisini hava megna tað eru Marianne Vos, Pauline Ferrand-Prévot, Nicole Cooke og landsliðsvegnjarin hjá Amaliu Dideriksen, Catherine Marsal. Lizzie Deignan. Elizabeth Mary "Lizzie" Deignan (fødd Armitstead hin 18. desember 1988) er ein enskur professionellur súkkklari og fyrrverandi heimsmeistari í bæði bana- og vegsúkkling. Hon vann HM í vegsúkkling í 2015, Commonwealth Games 2014 og bretsku landskappingina í vegsúkkling í 2011, 2013 og 2015. Deignan er eisini dupultur vinnari av UCI World Cup fyri kvinnur, hon vann samlaðu kappingina í 2014 og 2015. Á summar-OL 2012 vann hon silvur í vegsúkkling. Privatlív. Lizzie Diegnan (fyrr Armitstead) giftist við starvsfelaganum, súkklaranum Philip Deignan, í Otley hin 17. september 2016. HM í vegsúkkling 2015. HM í vegsúkkling 2015 fór fram í Richmond, Virginia frá 19. til 27. september 2015. Tað var tann 88. heimsmeistarakappingin í vegsúkkling. Peter Sagan vann kappingina hjá monnum í vegsúkkling, og Lizzie Armitstead (seinni Deignan) vann vegsúkklukappingina hjá kvinnum. HM í vegsúkkling. Yvirlit yvir heiðursmerki eftir landi allar tíðir. Yvirlitið inniheldur bert heiðursmerki vunnin í elitudeildunum. Liðkappingar, ið ikki eru eftir londum eru ikki taldar við. UCI World Cup í vegsúkkling fyri kvinnur. UCI World Cup fyri kvinnur byrjaði í 1998. Tað er ein kapping fyri kvinnur, ið varir alla sesongina innan vegsúkkling hjá kvinnum. Talan er um eina røð av súkklukappingum, talið skiftir frá 6 til 12. Tað er Union Cycliste Internationale, ið skipar fyri kappingini, ið telur stigini saman yvir alt árið hjá einstøku súkklarunum, ið luttaka í viðkomandi kappingum. Lið. Ein liðkapping varð innførd í 2006. Canyon-SRAM Racing. Velocio-SRAM Cycling, fyrr kent sum Specialized–lululemon, er eitt professionelt súkklulið í Týsklandi (fyrr USA), ið kappast innan vegsúkkling og banasúkkling. Boels-Dolmans. Boels-Dolmans, almenna navnið Boels-Dolmans Pro Cycling'", ("UCI liðkota:" DLT) er eitt professionelt súkklulið í Niðurlondum, ið kappast innan elitusúkklukappingar t.d. í UCI Women's World Cup. Høvðussponsorarnir ið geva liðnum navn eru "Dolmans Landscaping" og tann niðurlendska plantuútleigingarfyritøkan Boels Rental. Liège-Bastogne-Liège 2016. Liège-Bastogne-Liège 2016 var tann 102. útgávan av súkklukappingini Liège-Bastogne-Liège og var tann 13. kappingin í World Tour-kalendaranum hjá UCI í 2016. Kappingin varð hildin 24. apríl 2016. Vinnarin gjørdist Wout Poels frá. Tórur Mortensen. Tórur Mortensen (føddur 1998, úr Havn) er ein føroyskur ítróttarmaður, ið íðkar frælsan ítrótt. Í 2016 varð hann úttikin til ein úrvalsbólk hjá danska landsliðnum innan frælsan ítrótt. Hann luttók á Oyggjaleikum í 2015 og kom í finaluna, men ein skaði gjørdi, at hann tá ikki leyp upp til sítt besta. Í juli 2016 luttók hann í kappingini VU Spelen í Göteborg, har hann tók føroyska metið hjá Øssur Debes Eiriksfoss og betraði tað við 60 cm. Hann eigur føroyska metið í trýstøkk og hevur betrað tað fleiri ferðir. Í februar 2017 setti hann nýtt met, tá ið hann leyp 14,78 metrar í kapping í Danmark. Skam. Skam er ein norsk sjónvarpsrøð, ið er er framleidd av NRK í Noregi. Hon lýsir ungdómin, sum hann er ídag. Sesong eitt snýr seg um Evu, ið júst er byrjað í 1.g í Oslo. Hon finnur sær skjótt ein vinarbólk, ið sjónvarpsrøðin byggir út frá. Sesong tvey snýr seg um Nooru, ið er vinkona hjá Evu. Sesong trý snýr seg um vinmannin Isak. Skam var fyrstu ferð á skránni 25. september 2015. Sjónvarpsrøðin hjá NRK gjørdist beinavegin væl umtókt í Norra. NRK í Noregi hevði fram til oktober 2016 gjørt 36 partar av sjónvarpsrøðini. Sjónvarpsrøðin fylgir m.a. Noora Amalie Sætre (Josefine Frida Pettersen), Eva Kviig Mohn (Lisa Teige) og Isak Valtersen (Tarjei Sandvik Moe). Síðan í 2016 hevur Mentanardeildin í Kringvarpinum verið í samráðingum við norska kringvarpið, NRK, sum framleiðir Skam - og í februar 2017 er tað greitt, at Kringvarp Føroya keypir allar tríggjar sesongir. UEFA Champions League innleiðandi umfør og playoffumfar 2016-17. UEFA Champions League innleiðandi umfør og playoffumfar 2016-17 byrjaði hin 28. juni og endaði 24. august 2016. Tilsamans 56 lið kappaðust í innleiðandi umførunum og í play-off umfarinum fyri at finna fram til 10 av teimum 32 plássunum í bólkaspælinum í UEFA Champions League 2016-17. Allar tíðir eru miðevropeiskar tíðir (UTC+2). Seeding. Tilsamans spældu átta lið í fyrsta innleiðandi umfarinum. Lutakastið fór fram tann 20. juni 2016. Samandráttur. Fyrstu dystirnir vórðu leiktir 28. juni, returdystirnir vórðu leiktir 5. og 6. juli 2016. Dystir. "Lincoln Red Imps vann 3–2 samanlagt." "The New Saints vann 5–1 samanlagt." "2–2 samanlagt. Valletta vann vegna mál á útivølli." Seeding. Tilsamans 34 lið spældu í øðrum innleiðandi umfari: 30 lið ið komu beinleiðis í hetta umfarið og teir fýra vinnararnir av tí fyrsta innleiðandi umfarinum. Lutakastið varð trekt tann 20. juni 2016. Samandráttur. Teir fyrru dystirnir vórðu leiktir 12. og 13. juli, og returdystirnir vórðu leiktir 19. og 20. juli 2016. Dystir. "Hapoel Be'er Sheva vann 3–2 samanlagt." "6–6 on aggregate. Trenčín við málum á útivølli." "Red Bull Salzburg vann 3–0 samanlagt." "Ludogorets Razgrad won 5–0 on aggregate." "Dinamo Tbilisi won 3–1 on aggregate." "2–2 samanlagt. Partizani Tirana vann 3–1 við brotssparkkapping." "Red Star Belgrade vann 4–2 samanlagt." "3–3 samanlagt. Dundalk vann við útivallamálum." Samandráttur. Teir fyrstu dystirnir vórðu leiktir 26. og 27. juli, og returdystirnir vórðu leiktir 2. og 3. august 2016. Dystir. "Hapoel Be'er Sheva vann 1–0 samanlagt." "1–1 samanlagt. Viktoria Plzeň vann við útivallamáli." "Red Bull Salzburg vann 3–0 samanlagt." "2–2 samanlagt. Young Boys vunnu 4–2 við brotsspørkum." Seeding. Play-off umfarið varð býtt sundur í tveir atskiltir: Meistaravegurin (fyri meistarar) og Ligavegurin (fyri ikki-meistarar frá ovastu deildum). Tapandi liðini í báðum pørtum fara víðari til UEFA Europa League 2016-17 bólkaspælið. Lutakastið fyri play-off umfarið varð hildið hin 5. august 2016. Samandráttur. Teir fyrstu dystirnir vórðu leiktir 16. og 17. august, og returdystirnir vórðu leiktir 23. og 24. august 2016. Madison Genesis. Madison Genesis er eitt bretskt professionelt súkklulið, ið er skrásett sum eitt UCI Continental-lið. Liðið kappast í heimligum og evropeiskum kappingum. An Post-ChainReaction. An Post-Chain Reaction ("UCI liðkota": SKT) er eitt UCI continental professionelt súkklulið, ið er skrásett í Írlandi, við heimstaði í Sean Kelly Academy í Merchtem, Flandern. Liðið luttekur í UCI Europe Tour. Liðið verður vant av Kurt Bogaerts og Sean Kelly við ítróttastjóranum Andy Vanhoudt. Roubaix-Lille Métropole. Roubaix-Lille Métropole er eitt franskt UCI Continental súkklulið, ið varð stovnað í 2007. Armée de terre. Armée de terre (alment navn Équipe cycliste Armée de terre, UCI liðkota ADT) er eitt franskt UCI Continental súkklulið. Tað er stuðlað av tí franska herinum og allir súkklararnir eru professionellir hermenn. Eftir at hava kappast við hepni í kappingum fyri amatørlið í Fraklandi, varð liðið skrásett sum eitt kontinentallið fyrst í árinum í 2015. Algebra. Bókstavarokning er eitt slag av støddfrøðimáli. Tekn verða sett fyri talvirðini, sum ikki eru støðug. Algebra er læran um roknihættirnar og um sambandið ímillum tøl. Í algebra verða bókstavir ofta settir í staðin fyri tøl. Hetta er fyri at leggja dent á, at teir roknihættir, vit brúka, galda ikki bara fyri einstøk tøl. Algebra verður tí eisini nevnd bókstavarokning. Algebra stavar frá 9. øld, tá ið støddfrøðingurin Al Khwarizmi gav eina bók í støddfrøði út í Bagdad. Hann nevndi bókina "Al-jabr wa’l-muqabala". Tað man vera hetta Al-jabr, sum er blivið til algebra. Í algebra rokna vit við tølum, sum vit ikki vita, hvørji eru enn. Orsøkin til, at vit kunnu gera tað, er, at nógvar útrokningar eru eins, hvørji tøl vit so brúka. Algebraframsagnir eru nøvn á tølum, sum eru sett saman av bókstavum og tølum. Ofta kunnu tær skrivast styttri. Vit siga tá, at tað ber til at umstytta algebraframsagnirnar. Líka til 1637 var støddfrøðin týðiliga býtt sundir í algebra og geometri. Tá gav franska flogvitið í støddfrøði René Descartes út bók sína "Discours de la méthode". Í einum ískoyti vísti hann á styrkina at tvinna algebraina og geometriina saman. Hetta gjørdist seinni til sjálvstøðugu vísindagreinina analýtisk geometri.

 Bókstavarokning verður serliga nýtt í kjarnaøkjunum geometri og funksjónir. Er formula_1 í einari líkning, verður hon nevnd líkning á øðrum stigi. Eina skipaða og umstytta líkning á øðrum stigi skriva vit: formula_2 Funksjón. Funksjónir lýsa eintýdda sambandið millum óhefta og hefta variabulin. Sambandið verður ásett á ymiskan hátt, so sum við rokniforskrift, við rás, við talvu og við algoritmu. Funksjón er forskrift, sum til ein og hvønn lut formula_2 í frummongdini knýtir júst eitt tal, formula_3, í virðismongdini. Skipað talpar eru tvey tøl, sum eru skipað í raðfylgju: Skipað talpør verða skrivað í klombrum og við komma millum tølini, til dømis formula_4. At talpør eru skipað, merkir, at eitt nú formula_5 er ikki tað sama sum formula_6. Fyrra talið í einum skipaðum talpari verður nevnt fyrri liður. Seinna talið í einum skipaðum talpari verður nevnt seinni liður. Eru eingir 1. liðir eins stórir í einari relatión, nevna vit hana funksjón. Eina mongd av skipaðum talpørum nevna vit eina relatión. Mongdina av 1. liðum í einari funksjón nevna vit frummongd, og mongdina av 2. liðum nevna vit virðismongd. Sambandið millum 1. liðirnar og 2. liðirnar í einari funksjón nevna vit forskrift. Hon verður ofta skrivað formula_3, men eisini við øðrum bókstøvum, til dømis formula_8 ella formula_9. Ein linjurøtt funksjón er ein funksjón við forskriftini formula_1, har formula_11 og formula_12 eru konstantar. formula_11 verður nevnt halltalið, og formula_14 er skeringin við uppásina. Í krosskipanum verða linjurættar funksjónir teknaðar sum linjurættar myndir, vanliga kallaðar rættar linjur. Líkning. Ein líkning er tvær framsagnir við javnatekni ímillum. Tað at loysa líkningar snýr seg um “at fáa x at standa einsamalt.” Líkningareglurnar tryggja, um tær verða hildnar, at javnvág framvegis er í líkningini, t.e. at javnateknið framvegis er í gildi, at báðar tær opnu útsagnirnar hava somu loysnamongd. Við tað at líkningar eru opnar útsagnir, hava tær grundmongd. Er formula_1 í einari líkning, verður hon nevnd líkning á øðrum stigi. Líkningar á øðrum stigi kunnu setast upp á henda hátt: formula_2 og tá siga vit, at tær eru skipaðar. Vit vita, hvørjir óbrigdlarnir formula_3, formula_4 og formula_5 eru, tá ið vit skulu loysa líkningina. Áðrenn vit kunnu loysa líkning á øðrum stigi, mugu vit skipa og umstytta hana er hon tað ikki frammanundan. Á sama hátt verður forskriftin hjá funktión á øðrum stigi skrivað sum liðastødd á øðrum stigi, sum verður sett javnt við y: formula_6. Er y-virðið javnt við null, er forskriftin líkning á øðrum stigi. Vit nevna loysnirnar hjá líkning á øðrum stigi "røtur". Ein ólíkning er tvær framsagnir við ójavnatekni ímillum. Ólíkningar kunnu verða loystar sum líkningar, men býta ella falda vit við negativum tali, venda vit eisini ójavnatekninum. Loysnamongdin hjá einari ólíkning er øll tey tøl, sum gera ólíkningina sanna. Tá ið vit loysa ólíkningar, mugu vit eisini gera tað sama báðumegin ójavnateknið. Brot. Brotini eru tøl, sum kunnu skrivast sum lutfall millum eitt heilt tal og eitt teljital. Tí ber til at siga, at brotini eru lutfall millum tvey heil tøl, tó so at nevnarin er ikki null. Brotini verða nevnd rationell tøl. Vit skriva brot við einari brotstriku og við einum tali uppi á brotstrikuni og einum tali undir brotstrikuni. Brotið nevna vit til dømis tveir triðingar, og tað merkir tveir av trimum pørtum. Brotini eita hálvur, triðingur, fjórðingur, fimtingur, sættingur, sjeyndingur ella sjeyndipartur, áttingur ella áttandipartur, níggjundipartur, síðandi eitur alt -partur. Brot kunnu hava sama virði, eitt nú og. Talið undir brotstrikuni nevna vit "nevnara". Hetta talið sigur okkum, hvussu nógvar eins stórar partar býtt verður í. Talið uppi á brotstrikuni nevna vit "teljara". Hetta talið sigur okkum, hvussu nógvar eins stórar partar, talan er um. Strikuna ímillum nevnaran og teljaran nevna vit "brotstriku". Hon merkir eisini býtitekn. Tá ið vit stytta eitt brot, býta vit bæði nevnara og teljara við sama tali. Brotið hevur tó sama virði. T.d.: = =. Vit kunnu halda fram og stytta =. Tá ið vit leingja eitt brot, falda vit bæði nevnara og teljara við sama tali. T.d.: = =. Ein máti at skriva tøl, sum ikki eru heil, er at skriva tey sum brot. Ein annar máti er at skriva tey sum desimaltøl. Vit kunnu gera eitt brot til desimaltal við at býta teljaran við nevnaranum. T.d.: = formula_1 = formula_2. Er teljarin í einum broti minni enn nevnarin, nevna vit brotið ektað brot, t.d.. Er teljarin í einum broti størri enn nevnarin, nevna vit brotið óektað brot, t.d.. Eitt blandað tal er sett saman av einum heilum tali og einum broti, t.d. formula_3. Til ber at gera óektað brot til blandað tal: = + = formula_4 + = formula_4. Irrationell tøl. Irrationell tøl (óráðin tøl) er øll tøl, sum ikki kunnu verða skrivað sum brot. Mongdin av irrationalum tølum verður nevnd formula_1. Hon er tølini, sum ikki ber til at skriva sum brot. Dømi um irrational tøl eru t.d.: 
formula_2, formula_3, formula_4, 3formula_2, 4formula_6. Eisini talið π er irrationalt tal. Eitt og hvørt brot knýtir at sær eitt punkt á tallinjuni, og hesi punkt eru óendliga tøtt. Spurningurin er nú, um til eru punkt á tallinjuni, sum ikki hava nakað brot knýt at sær. Og so er: tølini, sum knýtt eru at hesum punktum, verða nevnd irrationell tøl. Tey eru óendaliga nógv í tali. Grikkar vistu av tølum uttan fyri formula_7 (rationell tøl). Við kenda setninginum, sum Pythagoras legði navn til, men sum bábylonar vistu um túsund ár frammanundan, eydnaðist teimum at vísa, at formula_2 ikki kundi verða skrivað um brot. Lummaroknari. Lummaroknari er lítil roknimaskina. Til eru nógv ymisk sløg av lummaroknarum. Innan tey ymisku sløgini av lummaroknarum kunnu verða frávík í úrslitunum, sum standast av, at ikki øll sløg av lummaroknarum rokna út á sama hátt. Flestu lummaroknarar hava til dømis ein knapp at rokna ferrøtur, men ymiskt er, hvussu hesin knappur verður brúktur. Á summum lummaroknarum stendur eisini eitt formula_1 ístaðin fyri formula_2 fyri algebra. Valdur. Valdur er tvey ella fleiri tøl sum verða faldað hvørt við øðrum og geva eitt fald. Úrslitið av eini falding nevna vit fald, og tølini, vit falda, nevna vit valdar.

 T.d.: 2 og 3 eru valdar av 6. Líkning á øðrum stigi við sniðinum formula_9 kann verða umskrivað til faldið formula_10. formula_11 og formula_12 eru røtur í líkningini. Fjarskiftiseftirlitið. Fjarskiftiseftirlitið er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Eftirlitið var sett á stovn sambært løgtingslóg nr. 79. frá 23. mai í 1997 um fjarskifti. Fjarskiftiseftirlitið hevur eftirlit við fjarskifti og fjarskiftistænastum og tekur eisini støðu til spurningar um konsessiónsavtalur, sambindingar- og samflutningstavtalur millum fjarskfitisveitarar. Tann 1. januar 1998 var Radioóljóðtænastan løgd undir Fjarskiftiseftirlitið. Radioeftirlitið hevur verið rikið sambært rakstraravtalu frá 1. januar 1999 millum Fjarskiftiseftirlitið og Telestyrelsen, men vórðu Radioóljóðtænastan og Radioeftirlitið løgd saman í 2002. Radioeftirlitsdeildin hevur um hendi umsiting av frekvens (tíddar)- og radioloyvum til bátar, skip, flogfør, radiostøðir á landi, áhuga-varparar. Radioeftirlitsdeildin hevur eftirlit við hesum radiostøðunum eins og avlurting av frekvensum, peiling av radioórógvi o.ø. Deildin umsitir, próvdømir og útskrivar siglinga radiopróvbrøv til navigatørar. Eftirlitið er ráðgevi hjá landsstýrismanninum og miðfyrisitingini annars um faklig viðurskifti á fjarskiftisøkinum. Støddfrøðiligir konstantar. a> við forskriftini formula_1 har formula_2 og formula_3 eru konstantar. Ein konstantur er ein óbroytilig stødd. Ofta brúka vit til dømis bókstavirnar formula_4 og formula_5 til konstantar. Konstantur verður eisini nevndur óbrigdil. Í almennu linjulíkningini formula_6 eru formula_2 og formula_3 konstantar. T.d.: Í funksjónini formula_9 eru formula_10 og -11 konstantar. Ein konstant frammanfyri einum variabli nevna vit fastatal. Funksjónin formula_11 er konstant tá ið fyri øll formula_121 og formula_122 í formula_14 er galdandi, at: formula_151formula_162formula_17. Sunshine Coast. Sunshine Coast í Avstralia liggur í syðra parti av Queenslandi, ein tíma við bili norðanfyri býin Brisbane (100 km) og tveir tímar norðanfyri Gold Coast (190 km). Har búgva trýhundraðtúsund fólk. Fólkið er spjatt út á ymsar minni partar. Her eru nógvar strendur, og náttúran er eisini sera rík. Veðurlagið er tropiskt. Mike Pence. Mike Pence (føddur 7. juni 1959) er varaforseti hjá Donald Trump síðan 20. januar 2017. Áðrenn hann varð valdur til varaforseta, var hann guvernørur í Indiana og hevði eisini verið limur í Kongressini. Hann er ein stak konservativur kristin og íðin mótstøðumaður av fríari fosturtøku og rættindunum hjá samkyndum at giftast. Rudy Giuliani. Rudolph William Louis "Rudy" Giuliani er fyrrverandi borgarstjóri í New York. Í september í 2001 bleiv Giuliani umrøddur sum “borgarstjórin í Amerika.” Hann gjørdist kendur aftan á atsóknina at New York 11. Tá var hann borgarstjóri í býnum. Aftan á atsóknina at World Trade Center var Giuliani ein tann best umtókti politikarin í USA, og hann gjørdi eisini sítt til, at George W. Bush varð afturvaldur í 2004. Giuliani kunngjørdi í januar 2008, at hann gevst við royndini at gerast forsetavalevni hjá tí republikanska flokkinum í 2008. Í 2016 er Guiliani ein av fremstu stuðlunum hjá Donald Trump. Variabul. Ein variabul er ein broytilig stødd. Variabul verður eisini nevndur brigdil. Ofta brúka vit til dømis bókstavirnar formula_1 og formula_2 til variablar. Elin Josefina Smith. Elin Josefina Smith (fødd í Sandavági) er ein føroyskur málari og teknari. Hon gekk á Holbæk Kunsthøjskole á várið 1997 og á Billedskolen frá 1997 til 1999. Hon hevur búð í Danmark síðan 1997. Hon hevur luttikið á yvir 100 listaframsýningum. Kinna Poulsen skrivaði ummæli á listinblogg í 2013, tá ið Elin Josefina hevði listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hon skrivar m.a.: "Myndamálið hjá Elini J.Smith er vilt og inniligt sum hjá Junge Wilde, tað er figurativt, primitivt og litirnir eru grefligir, ofta óblandaðir og tíðum uttan nakra serliga undirmáling, sum eisini økir um ráa, skitsukenda úttrykkið.... Tað, sum hugtekur meg við hesum myndunum er ikki minst hvussu øðrvísi tær eru tematiskt í mun til føroyska list. Elin tekur upp evni, sum vit ikki hava gjørt nógv burturúr í føroyskari myndlist. Tað er gerandisdagurin við sínum ikki serliga sublimu løtum við reingering, innkeypi og tað er kvinnulív, serliga tann óperfekti, svikaligi, biologiski kroppurin, sum fær menstruatión, sum bólgnar, sum eigur børn, sum fær risastór bróst við mjólk í til pinkubørnini at súgva, kroppurin, sum forfellur og sum heldur uppat við at hava menstruatión og fer í skiftisár." Francesca Woodman. Francesca Stern Woodman (fødd 3. apríl 1958 í Boulder, deyð 19. januar 1991 í New York City) var ein amerikonsk myndakvinna. Mekongósin. Đồng Bằng Sông Cửu Long í Vjetnam. Mekongósin (Đồng Bằng Sông Cửu Long) er ein av teimum 8 regiónunum í Vjetnam. Regiónin hevur umleið 17 330 000 íbúgvar (2011). Vatur. Vatur [ˈvɛaːtʊɹ] er kvæðaorð fyri vatn. Orðið var eitt bendingarstig av vatni í indoevropeiskum, sum er varðveitt í t.d. enskum "water". "tá kom maður á bergið oman:" CCF 14 A "Álvur kongur" Vatur er nú eisini fyrri liður í orðinum vaturpass (eisini "loddbretti", "vatnbretti"). Vaturpass. Vaterpass verður brúkt til at hava eftirlit við um nakað er vatnrætt ella loddrætt. Á hesum vaturpassinum er eisini ein bløðra til at avlesa 45 stigar vinkulin. Bløðran í vaturpassinum skal vera millum strikurnar tá tað stendur nágreiniliga vatnrætt ella loddrætt. Vaturpass [ˈvaːtɪ,pʰas:] (rættari [ˈvɛaːtʊɹ,pʰas:]) ella loddbretti, er eitt mátitól ella amboð ið verður nýtt til at eftirkanna um flatir, linjur ella lutir eru nágreiniliga vatnrøtt (vatur = vatn) ella loddrøtt. Sagt verður at vinkulin er "í vatur" [ˈvaːtʊɹ]. Vaturpass verður serliga nýtt av hondverkarum, so sum timburmonnum og smiðum. Forsetavalið í USA 2016. Forsetavalið í USA 2016 var tað 56. forsetavalið í USA og varð hildið hin 8. november 2016. Vinnarin av valinum gjørdist Donald Trump, meðan Hillary Clinton tapti. Valsigurin hjá Donald Trump á amerikanska forsetavalinum í 2016 man metast sum ein tann mest óvæntaði í nýggjari tíð, eftir at Hillary Clinton bert fáum vikum undan lá til at vinna ein greiðan sigur og til at gerast tann fyrsti kvinnuligi amerikanski forsetin nakrantíð. FBI boðaði bert 11 dagar undan valinum frá, at málið um teldupostarnar hjá Hillary Clinton fór at verða latið upp aftur, men so nakrar fáar dagar áðrenn valið komu nýggj boð frá FBI um, at har var ikki meir at kanna, og at málið tí aftur varð niðurlagt. Hóast tapið, kann Hillary Clinton fegnast um, at hon í samanteljingini frá valinum fekk fleiri atkvøður enn Donald Trump, 47,7 prosent móti 47,5, men tað var ikki nóg mikið til at fáa neyðuga talið av umboðum á fundinum, ið endaliga velur forsetan. Millum annað bleiv Hillary Clinton fyrsta Demokratiska forsetavalevni síðani 1984 at tapa í Wisconsin, og fyrsta demokratiska forsetavalevni síðani 1988 at tapa í Michigan og Pennsylvania. Republikanararnir hava eisini vunnið meirilutan í Senatinum og í Umboðsmannatinginum. Logaritma. Nullpunkt hava allar logaritmur í formula_10, t.e. formula_11, og í grundtalinum hava logaritmurnar allar funksjónsvirðið 1, t.e. formula_12 er grundtal formula_13, logaritman við grundtalinum formula_12 verður skrivað formula_15. Funksjónin, sum á lummaroknaranum verður skrivað formula_1, hevur eftir hesum grundtalið 10. Hon verður nevnd 10-tals logaritman og átti av røttum at verið skrivað formula_17. Hin logaritman á lummaroknaranum, formula_18, hevur tann eginleikan, at viðberin í punktinum formula_19 hevur halltalið 1. Hon verður nevnd náttúrliga logaritman. Grundtalið hjá formula_18 verður skrivað formula_21, t.e. formula_22, har sum formula_23. formula_21 skrivast ikki sum brot. formula_25 og formula_21 munnu vera kendastu bókstavarnir í støddfrøðini. Pi. Pi ella π er grikski bókstavurin p. Pi er eisini ein sonevndur matematiskur konstantur sum tú brúkar í ymsum sambondum í støddfrøðini. Lutfallið ímillum tvørmát og ummál er tað sama í øllum sirklum. Hetta lutfall nevna vit π. Onkuntíð verður π sett javnt við ella 3,14. Tað er ikki endaliga talið, tað ber til at seta óendaliga nógv tøl aftanfyri kommaið. Í ártúsund hava fólk grundað yvir talið pi - fyrsti bókstavur í orðinum "periphereia" (umfar). Bábylonar kendu eitt rættiliga neyvt virði: formula_1 og egyptar eitt annað:. Tann framúrskarandi grikski støddfrøðingurin, Arkimedes, roknaði π ógvuliga neyvt, tá ið hann nýtti ein innskrivaðan 96-hyrning. Arkimedes fekk π at liggja ímillum og. Síðani eru útrokningarnar vorðnar neyvari og neyvari. Í 1420num roknaði arábin, Ulugh Beg (1394-1449), π við 16 desimálum, í 1853 bretin, William Shanks (1812-1882) við 707 desimálum. Og ídag kunnu teldur rokna π við meiri enn 1 millión desimálum. Desimaltal. Eitt desimaltal er eitt tal við komma í. Vit nevna tey eisini kommatal. Ein máti at skriva tøl, sum ikki eru heil, er at skriva tey sum desimaltøl. Kommað skilir tann heila partin av talinum frá tí partinum av talinum, sum er minni enn eitt. Vinstrumegin kommað stendur tann heili parturin av talinum. Høgrumegin kommað standa fyrst 10-partar (tíggjundapartar), so 100-partar (hundraðpartar), 1000-partar (túsundapartar), o.s.fr. Tølini aftanfyri kommað nevna vit desimalar, og tí eitur eitt tal við komma í eitt desimaltal. Desimaltøl verða býtt sundur í endalig desimaltøl og óendalig desimaltøl. Í einum endaligum desimaltali vita vit, hvussu nógvir desimalar eru í talinum, t.d. formula_1. Endalig desimaltøl ber til at gera til brot, har nevnarin er ein potensur av 10: formula_2. Eru óendaliga nógvir desimalar í einum desimaltali, nevna vit tað eitt óendaligt desimaltal. Nøkur dømir: π (3,141592…), formula_3 (1,414213…), (0,333333…). Kvadratrót. Kvadratrótin av formula_1. Kvadratrótin av einum tali formula_2 er positiva talið formula_1 (ella null), sum faldað við sær sjálvum verður til formula_2. Vit skriva kvadratrót við tekninum formula_5. Teknið fyri kvadratrót átti at verið 2formula_5, men lættari er at skriva formula_5. formula_8 formula_9 um formula_10. T.d.: formula_11 formula_12, tí formula_13.

 Ikki ber til at taka kvadratrótina av negativum tølum. Primtal. Frumtøl, eisini nevnd primtøl á føroyskum, eru teljitøl, sum eru størri enn 1, og sum bara 1 og talið sjálvt ganga upp í. Røðin av frumtølum byrjar soleiðis: formula_1 Á júst sama hátt sum tað ikki finst eitt tal, sum er størri enn øll onnur, so finst eiheldur nakað frumtal, ið er størst. Gomlu grikkarnir. Gomlu grikkarnir kendu væl til frumtøl. Fyri einum 2300 árum síðani skrivaði Euklid eitt støddfrøðiligt verk í 13 pørtum, ið vanliga verður nevnd "Euklids Elementir". Euklid, ið livdi uml. ár 300 f.Kr., var ein grikskur støddfrøðingur, men virkaði við tað stóra bókasavnið í Aleksandria í Egyptalandi — tískil verður hann ofta róptur Euklid úr Aleksandria. Verkið "Euklids Elementir" er helst tann lærubókin, ið hevur havt størstu ávirkan og bestu eydnuna nakrantíð, og hevur hon lagt lunnar undir alla nútíðar støddfrøði. Hetta verk hevur fleiri týdningarmikil úrslit um frumtøl. Frumtalstvíburar. Frumtalstvíburar eru frumtalpør, sum eru skipað á tann hátt, at millum tað fyrra frumtalið formula_11 og tað seinna frumtalið formula_12 er ikki meira enn eitt tal, t.v.s formula_13. Røðin av frumtalstvíburum byrjar soleiðis: formula_14 Potensur. Potensur er tað sama sum at falda við sama tali fleiri ferðir. Hetta eru tveir mátar at skriva tað sama, til dømis er formula_1 tað sama sum formula_2. Tá ið vit falda sama tal fleiri ferðir við sær sjálvum, skriva vit hetta á ein serliga hátt: hetta nevna vit potens. T.d. fimm á triðja (stigi) er 125: formula_3. Talið, sum verður falda við sær sjálvum, verður nevnt rótin, t.e. 5. Talið, sum sigur, hvussu nógvar ferðir rótin 5 skal faldast við sær sjálvari, verður nevnt stigvísi (3). Stigvísi og rót verða undir einum nevnd potensur. Parabil. Ein parabil hevur forskriftina formula_1, funksjónin verður nevnd funksjón á øðrum stigi. Ritmyndina av eini funksjón á øðrum stigi nevna vit parabil. Parablar hava ein samskapsás, sum er javnfjarur við y-ásin. Í funksjónini formula_1 ger formula_3 av, hvussu parabilin sær út, t.d. hvønn veg hann vendir og hvussu víður hann er. Punktið, har parabilin hevur størsta- ella minstavirði, nevna vit topp-punkt. Er formula_3 positivt, venda greinarnar uppeftir og hevur minstavirði í topp-punktinum. Er formula_3 negativt, venda greinarnar niðureftir og hevur størstavirði í topp-punktinum. Skurðpunktið ímillum ein parabil og 1. ás nevna vit nullpunkt. Ein parabil kann hava tvey, eitt, ella einki nullpunkt. Skulu vit rokna nullpunktina hjá einum parabli, seta vit funksjónina javnt við null. Diskriminanturin ger av, um parabilin hevur eitt, tvey ella einki nullpunkt. Vit rokna diskriminantin soleiðis: formula_6. Er formula_7 hevur parabilin tvey nullpunkt. Er formula_8 hevur parabilin eitt nullpunkt. Er formula_9 hevur parabilin einki nullpunkt. Tianjin. Tianjin, fyrr romaniserað sum Tientsin, er ein metropolbýur í norðari partinum av Kina via havið. Býurin er ein av seks "National Central of China". Talið á kommunum 15.469.500. Søga. Jørðin har ið Tianjin liggur í dag, varð skapað í fornøldini við botnseting frá ymiskum áum, ið runnu út í sjógvin við Bohai-flógvan, teirra millum Yellow River ið rann út í havið á hesum øki fyrr í tíðini. Áðrenn tað var her opið hav. Tá ið Grand Canal varð gjørd gjøgnum Sui-kongsríki mentist Tianjin til ein handilsmiðdepil. Qing keisaraveldi. Undir Qing-keisaraveldi (16441911) gjørdist Tianjin til eitt prefektur ella "Zhou" (州) í 1725, og í1731 varð Tianjin fylki stovnað undir prefekturinum. Havnabýur. Í 1856 tóku kinesiskir hermenn seg umborð á "The Arrow", ið var eitt skip ið kinesarar áttu, men var skrásett í Hongkong, men nýtti bretska flaggið og var undir illgruna fyri sjóræning, at smugla og fyri at handla við opium. Teir fangaðu 12 menn og fongslaðu teir. Sum aftursvar sendu bretar og franskmenn kanónskip undir leiðslu av Admiráli Sir Michael Seymour at taka Takuborgirnar nærindis Tianjin í mai 1858. Síðst í fyrra parti av Seinna Opiumkrígnum í juni sama ár vunnu bretar og fraklendingar, og Tianjin-sáttmálin varð undirskrivaður. Sáttmálin læt upp fyri handli millum Tianjin og onnur lond. Sáttmálarnir vórðu staðfestir av keisaranum í Kina í 1860, og Tianjin varð formliga latin upp fyri Stórabretlandi og Fraklandi, og á tann hátt eisini til umheimin. Millum 1895 og 1900 komu Japan, Týskland og Russland afturat, og seinni komu eisini lond sum Eysturríki-Ungarn, Italia og Belgia, ið ikki høvdu serloyvi til handilsvinnu í Kina, og stovnaðu teirra egnu øki í Tianjin, hvørt land hevði síni egnu fongsul, skúlar, barakkir og sjúkrahús. Søguligu slóðirnar eftir hesum stýri síggjast í arkitekturinum, t.d. kirkjur og í túsundatalið av sethúsum. Jarðfrøði. Tianjin liggur við vesturstrondina á Bohaiflógvanum, mótsattu megin eru landslutirnir Shandong og Liaoning. Tianjin hevur mark til Beijing 120 kilometrar í ein útnyrðing, og burtursæð frá móti eystri, so er býurin umgirdur til allar síðir av Hebei. Fyrisitingarligt býti. Tianjin er býtt sundur í 16 landslutir. Hesi øki og lond eru býtt sundur í smærri eindir, í 240 eindir á township støði, teirra millum 120 býir, 18 townships, 2 etnisk townships og 100 undirøki. Náttúrlig logaritma. Náttúrlig logaritma hevur súmbolið formula_1. Logaritman við grundtalinum formula_2 (2,7182...) verður nevnd náttúrliga logaritman og verður skrivað formula_1, t.e. formula_4. Hon hevur hallið 1 í punktinum formula_5. Øvugta funksjónin hjá náttúrligu logaritmuni verður nevnd náttúrliga eksponentialfunksjónin. Hon hevur forskriftina formula_6. formula_7. formula_2 skrivast ikki sum brot. Trigonometri. Rættvinklaður tríkanur. Rættur vinkul C=90°. Trigonometri merkir tríkantsmáting. Vinklar máta vit í stigum, og sirkulbogan allan seta vit at vera 360 stig; hetta hevur sín uppruna í tí gamla Babylon. Er vinkulin 180°, verður hann nevndur beinur vinkul, er vinkulin minni enn 90°, verður hann nevndur spískur, er vinkulin 90°, verður hann nevnur rættur, og er vinkulin størri enn 90°, er hann gævur. Rættvinklaður tríkantur er tríkantur, har ein vinkul er rættur, og um hesar tríkantar er orðaður ein tann kendasti setningurin í allari støddfrøðini. Setningurin hevur navn eftir grikkanum Pythagoras: í einum rættvinklaðum tríkanti ABC, har ið C=90°, er a2 + b2 = c2. Setningurin sigur so statt, at samanløgdu kvadratini av stuttsíðunum er tað sama sum kvadratið av langsíðuni. Geometri. Geometri ella mátingarfrøði er tann partin av støddfrøðini, ið snýr seg um rúmstødd. Geometri snýr seg um at greina eginleikar hjá tvey- og trídimensionalum skapum, umframt at gera tekningar og útrokningar. Í geometri er orðið "skap" felagsheiti fyri sirklar, tríkantar, fýrkantar, o.a. Orðið rúmskap er felagsheiti fyri kassar, pýramidur, sylindarar, o.a. Geometri er grikskt orð, sum merkir jørðmáting ella landmáting. Fyri einum 2300 árum síðan skrivaði Eukild fyrstu skipaðu lærubók í geometri. Eukild var grikki, men arbeiddi í Alexandria í Egyptalandi. Læribókin hjá Eukild var týdd til nógv mál. Algebra verður serliga nýtt í kjarnaøkjunum geometri og funktiónum. Tríkantur. Ein tríkantur hevur tríggjar siður og tríggjar vinkulspíssar. Tríkantur verður eisini nevndur tríhyrningur. Sirkul. Ein sirkul er ein lokað rás. Rásina nevna vit umfar, og longdina á umfarinum nevna vit ummál. Ein sirkul er ein mongd av punktum, sum øll hava somu frástøðu frá einum ávísum punkti (t.e. miðdepil). Frástøðuna frá miðdeplinum til sirkulin nevna vit "radius". Størsta strekkið ímillum tvey punkt á sirklinum nevna vit "tvørmát". Tvørmátið gongur ígjøgnum miðdepilin og er tvær ferðir longdina á radiusi. Ein sirkul er 360°. Lutfallið ímillum tvørmát og ummál er tað sama í øllum sirklum. Hetta lutfall nevna vit 𝛑. Barentshavið. Barentshavið er havið norðan fyri Noreg, Finnland og Russland og sunnanfyri Svalbarð. Føroyskir trolarar hava í nógv ár fiskað í Barentshavinum. Svartahavið. Svartahavið liggur millum Eysturevropa/Landsynningsevropa og Vesturasia og hevur mark til Bulgaria, Georgia, Rumenia, Russland, Turkaland og Ukraina. Kaktus. Kaktusfamiljan (Cactaceae) er ein planta, ið hevur 111 ættir og umleið 1500 sløg. Kaktus er sevjumikil og hevur tað best við nógvum dagsljósi og tørvar lítið vatn. Tær hvøssu tornirnar verja hann fyri djórum. Taipei. Taipei (kinesiskt, pinyin: ', taivanskt ') er høvuðsstaður hjá Taivan og størsti býur í landinum. Taipei liggur norðast á oynni. Í 2016 búðu har uml. 23,5 mió fólk. Almenn upplýsing. Taipei býur er sjálvstýrandi kommuna og hoyrir administrativt beinleiðis undir stjórnini í Taivan. Býurin er ikki partur av, men er umgirdur av Nýggja Taipai kommunu. Taipai liggur 25 km í ein útsynning av havnabýnum Keelung. Tað mesta av býnum liggur í Taipei Basin. Taipei hevur verið høvuðsstaður Taivans síðan lýðveldið misti valdi yvir meginlands Kina í 1949 eftir borgarakríggið. Taipei er tann politiski, búskaparligi, útbúgvingarligi og mentanarligi miðdepilin í Taivan, og ein av stórbýunum í kinesiskttalandi heiminum. Býurin verður sagdur at ver ein heimsbýur, og er ein partur av teimum størru hátøkniligu ídnaðarøkjunum. Jarnbreytir, skjóttgangandi tok, motorvegir, flogvøllir og bussleiðir sameina Taipei við allar partar av oynni. Býurin hevur tveir flogvøllir – Taipei Songshan og Taiwan Taoyuan. Taipei hevur stórt ídnaðarvirksemi innan elektronikk, tekstil, metall, skipasmiðju og motorsúkklur. Taipei hevur fleiri heimskend arkitektonisk og mentanarlig eyðkenni, teirra millum eru "Taipei 101", "Chiang Kai-shek Memorial Hall", "Dalongdong Baoan Temple", "Hsing Tian Kong", "Mengjia Longshan Temple", "National Palace Museum", "Presidential Office Building", "Taipei Guest House", "Ximending", umframt fleiri náttarmarknaðir ið liggja spjaddir kring býin. Náttúrlig eyðkenni sum t.d. Maokong, Yangmingshan, og heitar keldur eru eisini vælkendar av vitjandi úr øðrum londum. Landafrøði. Býurin Taipei, sæddur frá "Maokong". Taipei City liggur í Taipei Basin í norðara parti av Taivan. Býurin hevur mark til Xindian-ánna móti suðri og Tamsui-ánni móti vestri. Tveir fjallatoppar, Cising-fjallið og Mt. Datun, hevja seg í ein landnyrðing av býnum. Cising-fjallið liggur á vulkansku Tatun-fjallarøðini og er tað hægsta fjallið á tromini á Taipei Basin, har hægsta punktið er 1200 metrar. Hægsti tindurin á Mt. Datuner 1092 metrar. Hesi fyrrverandi gosfjøllini forma vestara partin av Yangmingshan Tjóðarparkini, ið er frá Mt. Datun norður til Mt. Caigongkeng (菜公坑山). Í landsynningshorninum av býnum liggja Songshan-heyggjarnir og Qingshui-gjógvin, ið forma eina forðan av gróðrarmiklum skógi. Søga. Fólk frá Ketagalanstammuni vóru tey fyrstu, ið búðu í økinum, har ið Taipei liggur í dag. Hankinesarar úr Fujian komu hagar longu í 1709. Í 1894 gjørdist býurin høvuðsstaður Taivans. Í 1895 vunnu japanarar oynna, ið tá fekk navnið Taihoku. Býurin gjørdist tá høvuðsstaður fyri tað japanska stýri og mentist til ein fyrisitingarligan miðdepil á oynni. Japanar vóru millum tey lond ið taptu seinna heimsbardaga, og oyggin kom aftur undir kinesiskt stýri. Eftir at Kuomintang tapti í kinesiska borgarakrígnum flýddu tey til Taiwan. Har víðariførdu teir "Lýðveldi Kina", og Taipei gjørdist fyribils høvuðsstaður. Eftir hetta vaks býurin nakað. Í fyrru helvt av 1960-árunum vaks fólkatalið til yvir ein millión. Mitt í 1970-árunum lá fólkatalið um tvær milliónir. Síðan minkaði fólkavøksturin eina tíð. Sergio Agüero. Sergio Agüero (føddur 2. juni 1988) er ein argentinskur fótbóltsleikari, ið spælur fyri Manchester City og A-landsliðið hjá Argentina. Kevin De Bruyne. Kevin De Bruyne (føddur 28. juni 1991) er ein belgiskur fótbóltsleikari, ið spælur fyri Manchester City og A-landsliðinum hjá Belgia. Hann hevur áður spælt við Chelsea, VfL Wolfsburg, Werder Bremen og Genk. Bastian Schweinsteiger. Bastian Schweinsteiger (; føddur 1. august 1984) er ein týskur professionellur fótbóltsleikari, ið spælir sum miðvallaleikari fyri enska felagið Manchester United. Hann spældi í 13 ár við Bayern München, hann spældi tilsamans 500 dystir fyri felagið í fleiri ymiskum kappingum og skoraði 68 mál. Hann hevur m.a. vunnið 8 Bundesliga meistaraheiti, sjey DFB-Pokal titlar, ein UEFA Champions League tittul, ein FIFA Club World Cup tittul og ein UEFA Super Cup tittul. Hann gjørdist partur av Manchester United í 2015. Marco Reus. Marco Reus (føddur 31. mai 1989) er ein týskur fótbóltsleikari, ið spælur sum vongur fyri týska felagið Borussia Dortmund og Týska fótbóltslandsliðið. Jérôme Boateng. Jérôme Agyenim Boateng (føddur 3. september 1988) er ein ganesiskur týskur fótbóltsleikari, verjuleikari, ið spælur fyri týska felagið FC Bayern München og Týska fótbóltslandsliðið. Mamma hansara er úr Týsklandi og pápin er frá Gana. Beiggi hansara, Kevin-Prince er eisini fótbóltsleikari, hann spælir sum miðvallaleikari fyri spanska felagið UD Las Palmas. Gonzalo Higuaín. Gonzalo Gerardo Higuaín (føddur 10. desember 1987) er ein argentinskur fótbóltsleikari, ið spælur sum álopsleikari fyri Juventus. Luka Modrić. Luka Modrić (føddur 9. september 1985) er ein kroatiskur fótbóltsleikari, ið spælur fyri Real Madrid. Yayoi Kusama. er ein japonsk listakvinna og rithøvundur. Gjøgnum sína lívsleið hevur hon arbeitt við einari breiðari variatión av evnum og miðlum, eitt nú máling, collage, scat skulptur, performancelist og umhvørvisinstallatiónir, tey flestu av hesum vísa hennara tematiska áhuga fyri psykedeliskum litum, repetitión og mynstur. Kusama hevur verið ein undangongukvinna innanfyri pop art, minialismu og feministiska list rørslurnar, og hevur givið íblástur til samtíðarlistafólk sum til dømis Andy Warhol og Claes Oldenburg. Sjálvt um hon meira ella minni bleiv gloymd, eftir at hon flutti av listapallinum í New York í byrjanini av 1970'unum, so er hon viðurkend sum ein av mest týðandi livandi listafólkunum úr Japan, og ein týðandi rødd frá avantgarde. Tey fyrstu árini í Japan: 1950–1956. Umleið 1950 málaði Kusama abstrakt skap í vatnlitum, gouache og olju, primert á pappír. Hon fór í holt við at myndprýða stórar yvirflatur (veggir, gólv, kanvas og seinni, húsarhaldsting og nakin hjálparfólk) við polkaprikkum, ið gjørdist eitt vørumerki fyri hennara arbeiði. Tey stóru økini við polkaprikkum, ella "óendeligar nótir," sum hon sjálv nevndi tey, vóru tikin beinleiðis úr hennara sansahvørvingum. Tað fyrsta verkið, ið man veit um, har hon hevur brúkt hesir prikkar, var ein tekning frá 1939, tá hon bert var 10-ára gomul, sum vísir myndina av einari japanskari kvinnu í einum kimono, møguliga av mammu hennara, og er tildekkað og útviskað av prikkum. Fyrsta røð hennara av verkum í stórum støddum, onkuntíð størri enn 30 føtur-langt kanvas málningur, "Óendeligar nótir", var fullkomiliga tildekkað í einari sekvens av nótum og prikkum, ið førdu tankarnar móti sjónum frá sansahvørvingum. Í byrjanini av 1960'unum, fór hon í holt við at mála ting ið hevja seg uppfrá, skógvar og stólar við hvítum falliskum lutum. New York City: 1957–1972. Eftir at hava búð í Tokyo og Fraklandi, flutti Kusama úr Japan til USA sum 27 ára gomul. Í 1957 flutti hon til Seattle, har hon hevði eina framsýning við málningum í Zoe Dusanne Gallerínum. Hon búði har í eitt ár áðren hon flutti til New York City, eftir eitt brævasamskifti við Georgia O'Keeffe har hon vísti áhuga fyri at gerast meira sjónlig í býarlívinum har, og bað um ráðgeving frá O'Keeffe. Undir tíð síni í USA gekk ikki long tíð, áðrenn hon gjørdist kend sum ein av leiðandi persónunum innan Avantgarde listarørsluni. Í 1961 flutti hon sítt studio inn í sama bygning sum Donald Judd og myndahøggarin Eva Hesse; Hesse gjørdist ein góð vinkona. Tey næstu árini var hon sera produktiv, og í 1966 eksperimenteraði hon við støddini á einum rúmi, fríttstandandi installatiónum, ið brúktu spegil, ljós og tónleik. Hon sá Judd og Joseph Cornell sum vinir og stuðlar sínar. Men hon vann ikki nakað økonomiskt yvirskot frá sínum arbeiði. Hetta tíðarskeiðið var hon ofta innløgd á sjúkrahúsi orsakað av at hon arbeiddi ov nógv, og O'Keeffe fekk sítt egna sølufólk, Edith Herbert, til at keypa fleiri av verkunum hjá Kusama, fyri at hjálpa henni fíggjarliga, so hon ikki kom illa fyri peningaliga. Ole Gunnar Solskjær. Ole Gunnar Solskjær (føddur 26. februar 1973) er ein norskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi leikari, ið spældi sum ein álopsleikari. Sum leikari var hann mest kendur fyri at spæla við Manchester United frá 1996 til 2007. Seinastu árini hevur hann verið venjari hjá norska felagnum Molde. Tann 19. desember 2018 varð hann fyribils settur sum venjari hjá enska felagnum Manchester United. Solskjær tók við sum venjari eftir at José Mourinho hevði fingið sekkin dagin fyri. Í mars 2019 hevur Manchester United sett Solskjær í fast starv sum høvuðsvenjari í felagnum. Hann fekk ein trý ára sáttmála. Brian Laudrup. Brian Laudrup (føddur 22. februar 1969) er ein fyrrverandi danskur fótbóltsleikari. Beiggi hansara, Michael er eisini ein fyrrverandi fótbóltsleikari. Jari Litmanen. Jari Olavi Litmanen (føddur 20. februar 1971) er ein fyrrverandi finskur fótbóltsleikari. Hann var liðskipari hjá Finska landsliðinum frá 1996 til 2008. Hann var á landsliðinum frá 1989 til 2010. Hann verður av mongum mettur at vera besti fótbóltsleikari úr Finnlandi nakrantíð. Hann varð valdur at vera besti finski fótbóltsleikarin seinastu 50 árini av Finska Fótbóltssambandinum á UEFA Jubilee Awards í november 2003. Litmanen endaði eisini á einum 42. plássi í 100 størstu finnar eftir atkvøðugreiðslu í 2004. The Association of Football Statisticians' (The AFS) savn av 'Greatest Ever Footballers' setti Litmanen á listan sum nummar 53 av bestu fótbóltleikarum nakrantíð. Tokugawa Iemochi. Tokugawa Iemochi, (徳川 家茂), føddur 17. juli 1846 í Edo var tann fjúrtandi shogun í Tokugawa-shongunatinum. Hann stýrdi frá 1858 til 1866. Undir stjórnartíð hansara fór fram eitt innanhýsis maktstríð orsakað av fyrsta veruliga sambandinum millum Japan og USA árini 1853-1854 við tí eftirfylgjandi ”upplating” móti Vesturheiminum. Valdið hjá Shogunatinum viknaði undir stýrið Tokugawa. Lívsleið. Tokugawa Iemochi, sum í barnaárunum var nevndur Kikuchiyo, var elsti sonur Tokugawa Nariyuki (1801–1846) og Ji-sein og varð føddur í Edo. Pápin var ein av teimum yngru synunum hjá tí ellivta shogun, Tokugawa Ienari. Tá hann var eitt ára gamal, varð hann ættleiddur av daimyon Tokugawa Narikatsu, sum han eftirfylgdi sum fýraáragamal í 1850. Navn hansara varð tá broytt til Tokugawa Yoshitomi. Í 1858 varð hann tó enn einaferð ættleiddur, hesaferð av tí barnleysa trettanda shogun, Tokugawa Iesada, og tí gjørdist tað hann, ið tók við sum shogun, tá hesin doyði sama árið. Tann tólvára gamli drongurin var eitt umstrítt val og fleiri egnaði valvevni vórðu førd fram sum væl egnaði. Tað endaði tó við, at shogunatið stuðlaði valinum, ið endaði við blóðigum útreinsanum tað seinasta árið undir Ansei-tíðini. Shogun. Tokugawa Iemochi giftist í 1862 við prinsessu Kazu-na-miya, ein gifta, ið shogunatið skipaði fyri sum kôbu gattai (merkir umleið "sameining millum hovið og hervaldið"), við vónini um at kunna blíðka keisaravinarligir víðgongd viðhaldsfólk. Tann 22. april 1863 kom shogun Iemochi til høvuðsstaðin saman við meira enn 3000 vasalum, eftir at keisarin hevði tilkallað hann. Tað var fyrstu ferð síðan vitjaninan hjá Tokugawa Iemitsu, ið hendi 230 ár áðrenn hesa, at ein shogun hevði vitjað Kyoto. Tokugawa Iemochi doyði longu sum tjúguára gamal. Deyðsorsøkin segðist vera hjartaslysni (hjartasvikt) vegna beriberi (B1 vitaminmangul). Stutta tíð áðrenn hann doyði, hevði hann ættleitt Tayasu Kamenosuke, ið skuldi gerast eftirfylgjari hansara. Kamenosuke var bert trýára gamal, og av tí at shogunatið lá í kríggi, varð Tokugawa Yoshinobu í staðin útvaldur til tann fimtanda shogun. Hann varð longu blivin nevndur sum ein hóskandi eftirfylgjari til Iesada, men nú gjørdist hann í staðin tann fimtandi og seinasti shogunen í Tokugawashogunatinum. Fredrik Ljungberg. Karl Fredrik Ljungberg (føddur 16. apríl 1977) er ein fyrrverandi svenskur fótbóltsleikari, ið spældi sum vongur. Terji Skibenæs. Terji Skibenæs (føddur 27. desember 1982) er ein føroyskur tónleikari, ið spælur gittar við orkestrinum Týr. Outkast. Andre 3000 (vinstru) og Big Boi (høgru) OutKast er ein amerikanskur hip hop bólkur, ið bleiv stovnaður í 1991 í Atlanta, Georgia. Liminir í bólkinum eru rapparnir Andre "Andre 3000" Benjamin og Antwan "Big Boi" Patton. Henrik Larsson. Henrik Edward Larsson (føddur 20. september 1971) er ein fyrrverandi svenskur fótbóltsleikari, ið spældi sum álopsleikari. Vatnajøkul. Vatnajøkul er størsti jøkul í Evropa og tann størsti tiðningarjøkulin yvirhøvur. Tiðningarjøklar eru jøklarnir uttan fyri póløkini, har hitastigið í ísinum er tætt við frostmarkið. Christian Eriksen. Christian Dannemann Eriksen (føddur 14. februar 1992) er ein danskur fótbóltsleikari, ið spælur fyri enska Premier League liðið Tottenham Hotspur og danska fótbóltslandsliðið. Hann hevur áður spælt fyri Ajax. Eirikur Lindenskov. Eirikur Lindenskov (f. 15. apríl 1966 í Tórshavn) er núverandi blaðstjóri á Sosialinum. Hann er sonur Jónu og Jákup Lindenskov, politikara fyri Javnaðarflokkin. Paolo Gentiloni. Paolo Gentiloni Silveri (føddur 22. november 1954 í Róm) er ein italskur politikari fyri Demokratiska Flokkin (Partito Democratico). Hann er útbúgvin løgfrøðingur. Paolo Gentiloni hevur verið 57. forsætisráðharri í Italia frá 12. desember 2016 til 1. juni 2018. Eftirmaður gjørdist Giuseppe Conte. Mattarella forseti heitti á Gentiloni um at skipa stjórn hin 10. desember 2016. Hin 12. februar hevði hann nøvnini klár til nýggju stjórnina, og hin 22. februar 2014 varð Renzi útnevndur sum forsætisráðharri í Italia. Hann var Uttanríkisráðharri frá 2014 – 2014 og samskiftismálaráðharri frá 2006 til 2008. Herdis S. Tyrer. Herdis Solveig Tyrer (fyrr Jakobsen) er føroyskur myndprýðari búsitandi í Southport í Onglandi. Hon hevur myndprýtt fleiri føroyskar bøkur. Hon starvast sum tatovørur. Útbúgvingar og skeið. Herdis tók eitt skeið í list á Holbæk Kunsthøjskole í Danmark og var eisini í starvslæru á grafiska verkstaðnum Steinprenti í Tórshavn. Hon hevur tikið BA í myndprýðing og animatión á Coventry University. Familja. Herdis er fødd og uppvaksion í Havn, hon er dóttir Sigrun Joensen úr Havn og Erhard Jacobsen úr Sørvági. Í 2016 giftist hon Alex Tyrer, ið er úr Onglandi. Birita Michelsen. Birita Michelsen (f. 1985) er ein føroyskur rithøvundur. Hon gav undan jólum 2016 út bókina "So normal og tó ikki" um lív sítt við autismu. Agnieszka Dziemianowicz-Bąk. Agnieszka Ewa Dziemianowicz-Bąk (fødd 20. januar 1984 í Wrocław) er ein pólskur politikari. Hon hoyrir til tann sosialdemokratiska flokkin Partia Razem. Maria Tyszkiewicz. Maria Tyszkiewicz (fødd 19. apríl 1991 í Warszawa) er ein pólsk songkvinna og sjónleikari. Amstel Gold Race 2017. Amstel Gold Race 2017 var tann 52. útgávan av súkklukappingini Amstel Gold Race. Tað var seytjanda kappingin í World Tour-kalendaranum hjá UCI í 2017 og varð hildið 16. apríl 2017. Tour Down Under 2017. Tour Down Under 2017 er tann 19. útgávan av súkklukappingini Tour Down Under. Tann avstralska teinakappingin er tann fyrsta kappingin í UCI World Tour-kalendaranum í 2017 og varð hildin millum 17. og 22. januar 2017. Vinnarin av samlaðu kappingini gjørdist avstraliarin Richie Porte. Amstel Gold Race 2016. Amstel Gold Race 2016 var tann 51. útgávan av súkklukappingini udgave Amstel Gold Race og var tann ellinta kappingin í UCI World Tour-kalendaranum í 2016 og varð fyriskipað 17. apríl 2016. Vinnarin av kappingini gjørdist Enrico Gasparotto frá tí professionella kontinentalliðnum, hann vann frammanfyri danska Michael Valgren frá. Giro d'Italia 2017. Giro d'Italia 2017 varð tann 100. útgávan av Giro d'Italia. Kappingin varð fyriskipað í tíðarskeiðnum 5. til 28. mai 2017 og byrjaði í Alghero á Sardinia. Vinnari av kappingini gjørdist Tom Dumoulin frá Team Sunweb. Cadel Evans Great Ocean Road Race 2017. Cadel Evans Great Ocean Road Race 2017 var tann 3. útgávan av súkklukappingini Cadel Evans Great Ocean Road Race. Tað var onnur kappingin á UCI World Tour-kalendaranum í 2017 og varð fyriskipað 29. januar 2017. Vinnarin av kappingini gjørdist týskarin Nikias Arndt frá Sunweb. Cadel Evans Great Ocean Road Race. Cadel Evans Great Ocean Road Race er ein eindags súkklukapping í Geelong í Avstralia. Kappingin er partur av UCI World Tour. Kappingin varð fyrstu ferð fyriskipað í 2015 og er bæði fyri kvinnur og menn. Kappingin er uppkallað eftir Cadel Evans fyri at heiðra einasta Tour de France-vinnaran og heimsmeistaran úr Avstalia. Hann gjørdist nummar fimm í fyrstu útgávuni av kappingini, ið var tann seinasta hjá Evans sum professionellur súkklari. Frá 2017 er kappingin ein partur av UCI World Tour-kalendaranum. Tour of Qatar. Tour of Qatar er ein súkklukapping í Katar í Miðeystri, ið verður flokkað sum 2.2 í súkklurankingini hjá UCI og er ein partur av UCI Asia Tour. Tom Boonen hevur vunnið samlaðu kappingina fýra ferðir og harumframt verið á sigurspallinum fýra ferðir afturat. Hann hevur tilsamans vunnið 22 teinasigrar í kappingini. Frá 2017 er kappingin partur av UCI World Tour-kalendaranum. Abu Dhabi Tour 2017. Abu Dhabi Tour 2017 er tann 3. útgávan av súkklukappingini Abu Dhabi Tour, ið er ein teinakapping og var tann triðja í UCI World Tour-kalendasranum í 2017 og varð fyriskipað millum 23. og 26. februar 2017. Vinnarin av samlaðu kappingini gjørdist portugisarin Rui Costa frá. Abu Dhabi Tour. Abu Dhabi Tour er ein teinasúkklukapping fyri menn í Sameindu Emirríkjunum. Kappingin er ein partur av UCI Asia Tour og verður av UCI flokkað sum ein 2.HC-kapping. Kappingin fer fram í oktober og verður fyriskipað av RCS Sport, ið eisini fyriskipar Giro d'Italia og Dubai Tour. Frá 2017 er kappingin partur av UCI World Tour-kalendaranum. Tour de France 2017. Tour de France 2017 var tann 104. útgávan av súkklukappingini Tour de France. Kappingin byrjaði leygardagin 1. juli í Düsseldorf, Týskland við einum 13 km longum einkultstarti. Bretin Chris Froome endurvann kappingina, tað var á fjórða sinni, at hann vann kappingina. Kolumbianarin Rigoberto Urán gjørdist nummar tvey og fraklendingurin Romain Bardet gjørdist nummar trý. Avstraliarin Michael Matthews vann stigkappingina, fraklendingurin Warren Barguil vann fjallakappingina og fekk heiðurin sum mest álopssinnaði súkklarin. Bretin Simon Yates frá Sunweb vann ungdómskappingina. Slóðir. 2017 Vuelta a España 2017. Vuelta a España 2017 verður tann 72. útgávan av Vuelta a España. Kappingin verður fyriskipað í tíðarskeiðnum 19. august til 10. september 2017 og byrjar í Nîmes í Fraklandi. Omloop Het Nieuwsblad 2017. Omloop Het Nieuwsblad 2017 var tann 72. útgávan av súkklukappingini Omloop Het Nieuwsblad. Tað var fjórða kappingin í UCI World Tour-kalendaranum í 2017 og varð fyriskipað 25. februar 2017. Belgiski Greg Van Avermaet frá vann kappingina annað árið á rað, frammanfyri Peter Sagan og Sep Vanmarcke. Paris-Roubaix 2017. Paris-Roubaix 2017 er tann 115. útgávan av súkklukappingini Paris-Roubaix. Tað er 15. kappingin í UCI World Tour-kalendaranum í 2017 og verður fyriskipað 9. apríl 2017. Belgiski Greg Van Avermaet frá vann kappingina. Tirreno-Adriatico 2017. Tirreno-Adriatico 2017 er tann 52. útgávan av súkklukappingini Tirreno-Adriatico. Tann italska teinakappingin er tann áttanda kappingin í UCI World Tour-kalendaranum í 2017 og verður fyriskipað millum bliver 8. og 14. mars 2017. Milano-Sanremo 2017. Milano-Sanremo 2017 er tann 108. útgávan av súkklukappingini Milano-Sanremo. Tað er níggjunda kappingin í UCI World Tour-kalendaranum í 2017 og verður fyriskipað 18. marts 2017. Volta a Catalunya 2017. Volta a Catalunya 2017 er tann 97. útgávan av súkklukappingini Volta a Catalunya (Kring Katalonia). spanska teinakappingin er tann tíggjunda kappingin í UCI World Tour-kalendaranum í 2017 og verður fyriskipað millum bliver 20. og 26. mars 2017. Bahrain-Merida Pro Cycling Team. Bahrain-Merida Pro Cycling Team er eitt súkklulið úr Bahrain, ið møguliga verður UCI World Team, ið varð stovnað síðst í 2016 og eftir ætlan skal koyra sína fyrstu sesong á hægsta støði í 2017. Dwars door Vlaanderen. Dwars door Vlaanderen er ein súkklukapping í Flandern, Belgia. Vanliga verður kappingin fyriskipað ein mikudag og er hon liður í flamsku súkkluvikuni, ið byrjar við E3 Prijs Vlaanderen leygardag, og endar við Kring Flandern eina viku seinni. Málið er altíð í Waregem. Frá 2017 er kappingin við í UCI World Tour-kalendaranum. Niki Terpstra. Niki Terpstra (føddur 18. mai 1984) er ein niðurlendskur kappsúkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam. Bróðir hansara, Mike Terpstra er eisini súkklari. Le Samyn des Dames 2015. Le Samyn des Dames 2015 var tann fjórða útgávan av Le Samyn des Dames, ið er ein vegsúkklukapping fyri kvinnur, ið var fyriskipað í Hainaut, Belgia hin 4. mars 2015 og fevndi um ein tein á 112 km. Kappingin byrjaði í Quaregnon og málið var í Dour. Kappingin var av UCI mett at hoyra til bólk 1.2. Marianne Vos. Marianne Vos, () (fødd 13. mai 1987) er ein niðurlendsk cyclo-cross, vegsúkkling, mountain bike og banasúkkling-kappsúkklari, ið er blivin samanborin við Eddy Merckx sum tann "besti súkklarin í hennara ættarliði". Giro Rosa. Giro d'Italia Femminile er ein árlig elitusúkklukapping fyri kvinnur í vegsúkkling. Tað er ein teinakapping og ein av høvðuskappingunum hjá kvinnum innan vegsúkkling. Kappingin varð stovnað í 1988 og verður fyriskipað hvørt summar, tó var ongin kapping hildin í 1991 og 1992. Kappingin fekk nýtt brand í 2013 og fekk tá navnabroyting frá Giro Donne til Giro Rosa. Giro Rosa 2016. Giro Rosa 2016, ella Giro d'Italia Femminile 2016, var tann 27. kappingin í Giro Rosa, ið nú er tann einasta Grand Tour kappingin fyri kvinnur og tann mest tigarliga teinakappingin í UCI Women's World Tour 2016 og í UCI kalendaranum í vegsúkklukappingum hjá kvinnum. Forteinur. Leah Kirchmann vann prologin.. Alé-Cipollini. Alé–Cipollini er eitt professionelt súkkluilið fyri kvinnur, ið hevur bústað í Italia og luttekur í elitu vegsúkklukappingum sum t.d. UCI Women's Road World Cup. WM3 Pro Cycling. Rabo-Liv (UCI Kota: RBW) er eitt professionelt súkklulið fyri kvinnur, ið hevur heimstað í Niðurlondum. Súkklarar ið kappast fyri liðið, luttaka í UCI Women's WorldTour og í øðrum elitukappingum fyri kvinnur kring allan heimin. Jackie Chan. Jackie Chan (f. 7. apríl 1954 í Hong Kong, Kina) er ein kinesiskur sjónleikari, leikstjóri, stuntmaður og sangari. Hann er ein av heimsins kendastu sjónleikarum innan Kung-fu og actionfilmar. Hann hevur spælt í meira enn 200 filmum. Wiggle High5. Wiggle High5 Pro Cycling ("UCI liðkota:" WHT) er eitt bretskt professionelt súkklulið í Belgia, ið kappast í elitu veg- og banasúkklukappingum. Liðið luttekur t.d. í UCI Women's Road World Cup. Liðið var hugskotið hjá venjaranum og súkklaranum Rochelle Gilmore, og varð stovnað við stuðli frá Bradley Wiggins Foundation og British Cycling. Høvuðsstuðlarnir hjá liðinum eru Wiggle og High5. Emma Johansson. Emma Johansson (fødd 23. september 1983 í Sollefteå) er ein svenskur professionellur súkklari. Hon vann silvur á summar-OL 2008 og í 2016. Hon hevur fleiri ferðir vunnið svenska meistaraheitið í vegsúkkling og í einkultstarti. Hon súkklar fyri bretska súkkluliðið Wiggle High5. Hon hevur vunnið silvur og bronsu í heimsmeistarakappingum, bæði sum einstaklingur og saman við liðnum Orica-AIS, ið hon var partur av frá 2013 til 2015. Mitchelton-Scott (kvinnur). Mitchelton-Scott (UCI kota: MTS) er eitt professionelt súkklulið í Avstralia fyri kvinnur. Høvuðsstuðularnir eru Mitchelton og Scott. Súkklarar á liðnum kappast í UCI Women's Road World Cup og í øðrum elitukappingum fyri kvinur kring heimin. Svenski súkklarin Emma Johansson súkklaði fyri liðið frá 2013 til 2015. ColoQuick Cycling. ColoQuick Cycling er eitt UCI Continental súkklulið úr Danmark, ið var stovnað í 2008. Tað luttekur í UCI Continental Circuits kappingum. Føroyski súkklarin Torkil Veyhe súkklar fyri liði frá 1. januar 2017. Lotto-Soudal Ladies. Lotto-Soudal Ladies er eitt professionelt súkklulið fyri kvinnur við heimstaði í Belgia, ið kappast í elitukappingum innan veg- og banasúkkling. Liðið luttekur t.d. í UCI Women's Road World Cup. Liðið varð stovnað í 2006. Open de Suède Vårgårda. Open de Suède Vårgårda er ein elitu professionel vegsúkklukapping fyri kvinnur, ið verður hildin hvørt ár í Vårgårda kommun í Svøríki. Kappingin varð stovnað í 2006, opna kappingin Open de Suède Vårgårda var partur av UCI Women's Road World Cup til 2015 og stýrd av Swedish Cycling Federation. Síðan 2016 hevur kappingin verið partur av tí nýggja UCI Women's World Tour. Síðan 2008 hevur ein liðtíðarkoyring verðið hildin samstundis sum høvuðskappingin sum partur av UCI Women's Road World Cup. Birgit Õigemeel. Birgit Õigemeel, (fødd 24. september 1988 í Raplamaa) er ein Eestiskur sangari. Makaronesia. Makaronesia er eitt landafrøðiligt øki í Atlantshavinum. Oyggjabólkurin fevnir um oyggjarnar Grønhøvdaoyggjar, Kanariuoyggjar, Selvagensoyggjar, Madeira og Azorurnar. Makaronesia er av vulkanskum uppruna. Carrie Fisher. Carrie Frances Fisher (21 oktober 1956 - 27. desember 2016) var ein amerikonsk sjónleikarinna, rithøvundur og skemtari. Hon er mest kend fyri leiklut sín sum Leia prinsessa í "Star Wars" filmsrøðini. Aðrir filmar eru millum annað "Shampoo" (1975), "The Blues Brothers" (1980), "Hannah and her Sisters" (1986), "The 'Burbs" (1989) og "When Harry Met Sally" (1989). Carrie hevur skrivað fleiri sjálvævisøgur, og hevur fingið rós sum talari, har hon greiðir frá upllivingum sínum við sálarsjúkuni bipolar og rúsevnamisnýstlu. Carrie var dóttir sangaran Eddie Fisher og sjónleikarinnuna Debbie Reynolds. Í 2016 luttóku Carrie og mamma hennara Debbie í heimildarfilminum "Brights Lights: Starring Carrie Fisher and Debbie Reynolds", ið snúði seg um tætta samband teirra. Filmurin var frumsýndur á filmfestivalinum í Cannes í 2016. Carrie Fisher doyði tann 27. desember 2016, sum 60 ára gomul. Hetta var var 4 dagar eftir ein sjúkratilburð, umborð á einum flogfari ímillum London og Los Angeles. Kring Flandern 2016. Kring Flandern 2016 (Tour of Flanders 2016) var tann 100. útgávan av súkklukappingini Kring Flandern og tað var onnur kappingin í røðini av teimum stóru klassikarunum og áttanda kappingin í World Tour-kalendaranum hjá UCI í 2016. Kappingin varð hildin hin 3. apríl 2016. Peter Sagan gjørdist vinnarin av kappingini. Luttakandi lið. Tey 18 UCI WorldTeams-liðini vóru sjálvirkandi boðin við og vóru noydd at luttaka í kappingini. Harumframt fingu sjey UCI Professionel Kontinentallið innbjóðing við wildcard: hesi vóru tvey belgisk lið (og), eitt niðurlendskt lið (), eitt týskt lið (), eitt franskt lið (), eitt italskt lið () og eitt pólskt lið (). Tað vóru átta súkklarar á hvørjum liðið, tað gjørdi, at peletongin hevði 200 súkklarar, tá ið kappingin byrjaði. Av teimum vóru tað 118 ið komu á mál. EuroEyes Cyclassics. EuroEyes Cyclassics, fyrr HEW Cyclassics og Vattenfall Cyclassics, er ein árlig eindags professionell og amatør vegsúkklukapping í og kring Hamburg, Týskland. Sjálvt um rutan skiftir, so er teinurin altíð umleið 250 km. Tann torførasti parturin av kappingini er Waseberg brekkan í Blankenese, ið verður koyrd tríggjar ferðir seinast í kappingini. Josefine Frida Pettersen. Josefine Frida Pettersen (fødd 17. mai 1996 í Sigdal) er ein norskur sjónleikari. Hon er kend frá norsku sjónvarpsrøðini Skam. Lisa Teige. Lisa Teige (fødd 19. januar 1998 í Bergen) er ein norskur sjónleikari. Hon er kend frá norsku sjónvarpsrøðini Skam. Ulrikke Falch. Ulrikke Falch (fødd 17. juli 1996 í Oslo) er ein norskur sjónleikari. Hon er kend frá norsku sjónvarpsrøðini Skam. Tarjei Sandvik Moe. Tarjei Sandvik Moe (føddur 24. mai 1999) er ein norskur sjónleikari. Hann er kendur frá norsku sjónvarpsrøðini Skam, har hann hevði høvuðsleiklutin sum Isak Valtersen í sesong 3. Moe gongur (2017) á Hartvig Nissens skole, ið er tann skúlin, har ið nógv av hendingunum úr Skam fara fram. Í september 2016 spældi hann við í Skavlan saman við Josefine Frida Pettersen, ið spælir Noora í Skam. Samtykt 68/262 frá ST aðalfundi. Samtykt 68/262 frá ST aðalfundi varð viðurkent hin 27. mars 2014 sum svar uppá at Russland hertók partar av Krim, og nevndu tað "Økis sjálvræðisrættur hjá Ukraina". Tann ikki-bindandi samtyktin, ið var stuðlað av 100 ST-limalondum, váttaði aðalfundurin sína tilsøgn um sjálvræðisrættin hjá Ukraine yvir økið ið er innanfyri tess altjóða viðurkendu mørk og undirstrikaðu at fólkaatkvøðan í Krim 2014 ikki var gyldug. Ellivu (11) tjóðir atkvøddu móti samtyktini, meðan 58 lótu vera við at atkvøða og uppaftur 24 aðrar tjóðir vóru burturstaddar, tá ið atkvøtt varð. Samtyktin var løgd fram av Kanada, Kosta Rika, Týsklandi, Litava, Póllandi og Ukraina. Áðrenn samtyktin var viðtikin var ein miseydna roynd hjá Trygdarráðnum hjá Sameindum Tjóðum, ið sjey ferðir kallaði saman til fund fyri at kjakast um kreppuna á Krim, bert fyri at síggja, at Russland nýtti sín sýtingarrætt og niðurlegði veto. Gabrielle Leithaug. Gabrielle Leithaug, betri kend sum Gabrielle, (fødd 10. januar 1985 í Bergen) er ein norsk songkvinna og sangskrivari. Sara Blædel. Sara Blædel (fødd 6. august 1964) er ein donsk rithøvundur og journalistur. Hon er mest kend fyri sína røð av krimiskaldsøgum um kriminalassistentin Louise Rick og vinkonu hennara, journalistin Camilla Lind. Sara Blædel er fødd í Keypmannahavn og uppvaksin í Hvalsø. Hon er dóttir journalistin og Cavlingprísvinnaran Leif Blædel og sjónleikarinnuna Annegrethe Nissen. Hon kom í læru sum tænari sum 18 ára gomul og hevur grafiska útbúgving sum reprokopist. Hon hevur starvast sum grafiskur samskipari hjá forlagnum Gyldendal. Blædel stovnaði í 1993 krimiforlagið "Sara B". Í 1995 byrjaði hon at starvast sum journalist og hevði frá 2001 tilknýti til sjónvarp sum researchari, tilrættisleggjari og redaktiónschef fyri ymisk programm. Hon útgav sína fyrstu bók í 2004 við krimiskaldsøguni "Grønt støv". Hon fekk virðislønina Det Danske Kriminalakademis debutantpris fyri bókina.. Seinni hevur hon vunnið fleiri virðislønir og hevur eitt nú vunnið Martha-virðislønina) fýra ferðir.. Hon hevur móttikið starvsløn bæði frá Statens Kunstråd og Statens Kunstfond. Bøkur hennara eru útgivnar í 33 londum.. Hon fekk bókmentavirðislønina Boghandlernes Gyldne Laurbær í 2014 fyri skaldsøguna "Kvinden de meldte savnet". Ordblindeforeningen heiðraði hana við Ordblindeprisen í 2015. Og í mars 2016 fekk hon ta nýstovnaðu virðislønina "Krimimessens Publikumspris" á Krimimessuni í Horsens. Í 2008 skifti hon frá forlagnum Lindhardt og Ringhof til People's Press. Clásica de Almería. Clásica de Almería er ein sponsk eindags súkklukapping innan vegsúkkling, ið hevur verið hildin hvørt ár síðan 1986 og UCI flokkar hana sum 1.1. Kappingin er ein partur av UCI Europe Tour. Clásica de Almería 2017. Clásica de Almería 2017 var tann 30. útgávan av súkklukappingini Clásica de Almería. Kappingin var ein partur av UCI Europe Tour-kalendaranum og varð fyriskipað 12. februar 2017. Tað gjørdist danin Magnus Cort Nielsen frá, ið vann kappingina. Strade Bianche 2017. Strade Bianche 2017 var tann 11. útgávan av súkklukappingini Strade Bianche. Tað var tann fimta kappingin í World Tour-kalendaranum hjá UCI í 2017 og varð hildin 4. mars 2017. Pólski súkklarin Michał Kwiatkowski frá Team Sky vann kappingina. Paris-Nice 2017. Paris-Nice 2017 var tann 75. útgávan av súkklukappingini Paris-Nice. Tann franska teinakappingin var tann sætta í UCI-World Tour-kalendaranum í 2017 og varð hildin millum 5. og 12. mars 2017. Kolumbiarin Sergio Henao vann samlaðu kappingina. Tour of Oman 2017. Tour of Oman 2017 er tann 8. útgávan av súkklukappingini Tour of Oman. Tann fyrsti teinurin byrjaði týsdagin 14. februar 2017 úr Al Sawadi Beach og er 176,5 km til Naseem Park. Kappingin endar seks dagar og teinar seinni í Muttrah 19. februar 2017. Kappingin er ein partur av UCI Asia Tour 2017 og verður flokkað sum 2.HC av UCI. Aqua Blue Sport. Aqua Blue Sport er eitt professionelt kontinentallið úr Írlandi, ið varð stovnað síðst í 2016 og koyrdi sína fyrstu sesong í 2017. UnitedHealthcare Pro Cycling Team. UnitedHealthcare Pro Cycling Team (UCI koda: UHC) er eitt professionelt súkklulið innan vegsúkkling, ið verður rikið av Momentum Sports Group og hoyrir heima í USA. Høvuðsstuðul felagsins er UnitedHealth Group. Giro d'Italia 2012. Giro d'Italia 2012 var tann 95. útgávan av heimsins næststørstu teinakapping í vegsúkkling, Giro d'Italia, og fór fram í tíðarskeiðnum 5.-27. mai 2012. Fyri fyrstu ferð nakrantíð byrjaði kappingin í danska býnum Herning, har ið teir báðir fyrstu teinarnir (etapurnar) høvdu mál. Triði teinur varð koyrdur í og kring Horsens, áðrenn súkklararnir fingu ein hvíludag og hildu leiðina til Verona í Italia, har ið restin av kappingini varð hildin. Øll rutan var løgd fram hin 16. oktober 2011 á einum tíðindafundi í Milano. Kappingin var á 21 teinar. Tann danski parturin av kappingin bleiv ávirkaður av einum deyðsfalli, við tað at borgarstjórin í Horsens, Jan Trøjborg, doyði av hjartatilburði, ið hann fekk undir motiónsrenning, ið varð fyriskipað dagin fyri Horsens-teinurin varð koyrdur. Jan Trøjborg var ein av høvuðsmonnunum ið arbeiddi fyri at fáa giroina til Danmarkar og Horsens. Tað varð hildið eitt minutt í tøgn áðrenn startin á triðja teini í Horsens; henda minnisløta var tó longu fyriskipað av aðrari orsøk, av tí at tann belgiski súkklarin Wouter Weylandt doyði undir triða teini árið fyri, á Giro d'Italia 2011. Ryder Hesjedal vann kappingina við 16 sekundum frammanfyri Joaquim Rodríguez. Mark Cavendish vann tríggir teinar, men tapti stigtroyggjuna við einum stigi til Joaquim Rodríguez, ið vann tveir teinar. Søren Kragh Andersen. Søren Kragh Andersen (føddur 10. august 1994) er ein danskur súkklari, ið súkklar fyri Team Sunweb. Hann er yngri bróðir Asbjørn Kragh Andersen. í september 2015 varð tað kunngjørt, at hann frá 2016 fór at gerast partur av, hann hevði tá undirskrivað ein tvey-ára langan sáttmála. Liðið skifti navn til Team Sunweb í 2017. Søren Kragh Andersen fekk sítt stóra gjøgnumbrot í 2018, tá hann koyrdi í hvítu ungdómstroyggjuni í Tour de France sjey dagar og gjørdist nummar 5 á einkultstarts teininum. Harafturat var hann ein av mest týðandi hjálparsúkklarunum hjá kapteininum á Team Sunweb, niðurlendingurin Tom Dumoulin, ið endaði á einum samanlagdum øðrumplássi í kappingini. Kragh Andersen endaði sesongini fornemt við at vinna eindagskappingina Paris-Tours. Á Tour de France 2020 vann Kragh Andersen bæði 14. og 19. tein. Úrslit. Yvirlit yvir sigrar og aðrar topp-10 plaseringar. Vuelta a Andalucía. Vuelta a Andalucía (Tour of Andalusia) ella Ruta del Sol (Sólrutan) er ein lokal sponsk súkklukapping, ið fyrstu ferð varð hildin í 1925. Síðan 2005 hevur kappingin verið flokkað sum 2.1 í UCI Europe Tour. Eysturoyartunnilin. Eysturoyartunnilin er ein undirsjóvartunnil í Føroyum, ið læt upp fyri almennari ferðslu 19. desember 2020 á middegi. Tunnilin bindir syðra part av Streymoynni saman við Skálafjørðin á Eysturoynni. Eysturoyartunnilin er ein undirsjóvartunnil, eins og Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Tó er Eysturoyartunnilin annarleiðis enn hinir fyrru, av tí at hann fer sundur í tvey undir Skálafirði við einari rundkoyring, og síðan førir ein tunnil til Strendur og ein annar heldur fram undir Skálafjørðin og kemur upp á Rókini í Saltnesi. Tunnilin. Tunnilin er ein undirsjóvartunnil, ið er 11.250 metrar langur. Hægsta punktið er 15 metrar yvir havið, og lægsta punktið er 187 metrar undir havinum. Tunnilin hevur eina rundkoyring undir Tangafirði, ið deilir seg í tvey, har annar tunnilin fer upp á Strondum og hin fer leiðina undir Skálafjørðin og kemur upp á Rókini í Saltnesi. Hin endin á tunlinum byrjar við Hvítanes, stutt norðanfyri Tórshavn og liggur í Tórshavnar kommunu. Tað er P/F Eystur- og Sandoyartunlar, ið eigur bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, ið er í ger. Kári P. Højgaard og CIP. Kári P. Højgaard vildi í 2013 gera avtalu við CIP um at gera Eysturoyartunnilin Kári P. Højgaard var innlendismálaráðharri í Aðru stjórnini hjá Kaj Leo Holm Johannessen frá 14. september 2011 til 5. september 2013. Tað var hann ið tók stig til at byggja Eysturoyartunnilin, men tann upprunaliga verkætlanin, har privat felag skuldi gera og eiga tunnilin, varð ikki gjøgnumførd. Ætlan hansara og ætlanin hjá samgonguni var, at eitt privat felag skuldi standa fyri byggingini. Kári P. Højgaard hevði ætlanir um at lata danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) gera tunnilin fyri pensjónspening úr Danmark, frá PensionDanmark. Nógv politiskt rok tók seg upp, eitt nú av, at sáttmálin var loyniligur, og av ymiskum upplýsingum ið komu út til fjølmiðlarnar. Møtstøða var eisini um, at yvirskotið av tunnilspengunum skuldi fara av landinum, onkur nevndi talið 3 milliardir. Landsstýrismaðurin hevði fingið heimild frá løgtinginum í 2010 til at føra samráðingar við privat feløg um at byggja undirsjóvartunlar, tað var áðrenn Kári P. Højgaard sjálvur gjørdist landsstýrismaður. Avtalan við CIP skuldi eftir ætlan undirskrivast 27. juni 2013, men løgmaður valdi í staðin at løgtingið skuldi sleppa at taka støðu til verkætlanina. Innlendismálaráðið gjørdi tí eitt lógaruppskot, sum varð lagt fyri løgtingið. Trupulleikin var, at av tí at sáttmálin var loyniligur, so kendu løgtingslimir ikki til innihaldið í sáttmálanum. Teir kundu undirskriva eitt trúnaðarskjal, har teir lovaðu ikki at siga nakað um innihaldið í sáttmálanum við nakran. Bert ein tingmaður tók av og læs sáttmálan, tað var Janus Rein. Tað varð avtalað við CIP, at sáttmálin skuldi undirskrivast 31. august 2013, men tá dagurin kom, bleiv sáttmálin ikki undirskrivaður kortini, tí mett varð ikki, at meiriluti var fyri lógaruppskotinum. Av tí at sáttmálin ikki bleiv undirskrivaður 31. august, skuldi CIP fáa 1 millión í endurgjaldið, tað var sambært avtalu. 5. september 2013 valdi løgmaður at loysa Kára P. Højgaard úr starvinum sum innlendismálaráðharri, og tók sjálvur við til nýggjur innlendismálaráðharri bleiv settur. Løgmaður segði orsøkina vera politiskt órógv. Fyrsta skotið. Vegagerðin til tunnilin byrjaði í 2016. Hin 21. februar 2017 varð fyrsta skotið latið av, tað var Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, ið læt fyrsta skotið av. Hátíðarhald var inni á Strondum við tunnilsmunnan. Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur og Sandoyartunlum, bjóðaði vælkomin, Aksel V. Johannesen, løgmaður og Artur Johansen, bygdarráðsformaður í Sjóvar Kommunu og onnur hildu røðu. Kl. 14.41 læt landsstýrismaðurin fyrsta skotið av, og síðan varð farið í bygdarhúsið á Strondum til ein drekkamunn. Í sambandi við hátíðarhaldið, sigldi Ternan av Bursatanga inn á Strendur. Gongdin. Fríggjadagin 7. juni 2019 var alment hátíðarhald í høllini á Hálsi í Tórshavn, í samband við at Heðin Mortensen, landstýrismaður í samferðslumálum, læt seinasta skotið av í Eysturoyartunlinum. Boringin á Strondum byrjaði 21. februar 2017 og var liðug 11. desember 2017. Boringin á Hvítanesi byrjaði 27. apríl 2017. Í viku 50 í 2017 byrjaði boringin frá rundkoyringini undir Saltnesgrynnuni móti Rókini og suður móti Hvítanesi. Fríggjadagin 7. juni 2019 varð seinata skotið latið av. Eysturoyartunnilin læt upp fyri almennari ferðslu hin 19. desember 2020 eftir hátíðarhaldi við rundkoyringina inni í tunlinum, ið byrjaði kl. 11 og var liðugt stutt eftir klokkan 12. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, skar teir tríggir snórarnar av við einum grindaknívi. Snórarnir høvdu litir frá Merkinum. Har vóru røður hildnar av fleiri ymiskum, m.a. vóru tað borgarstjórarnir úr Tórshavnar-, Sjóvar- og Runavíkar kommunum, Teitur Samuelsen, ið er stjóri fyri p/f Eystur- og Sandoyartunlar, Tróndur Patursson, ið hevur gjørt listaverkið rundanum súluna í rundkoyringini og Jens L. Thomsen, tónasmiður, ið hevur ljørt ljómynd, ið til ber at hoyra, meðan man koyrir gjøgnum undirsjóvartunnilin. Valparaíso. Valparaíso er ein býur og kommuna í Kili. Býurin er samstundis høvuðsstaður í regiónini við sama navni. Valparaíso er størsti havnabýur í Kili og er heimstaður fyri herflotan og kongressina. Býurin liggur mitt í Kili, 120 km í ein útnyrðing úr høvuðsstaðnum Santiago. Valparaíso er ein týðandi útbúgvingarbýur við nýggju fróðskaparsetrum. Býurin er eisini miðdepil fyri ídna, ferðavinnu og transport. Býurin er tann sættstørsti í Kili við umleið 260.000 íbúgvum, men Gran Valparaíso, ið eisini fevnir um grannabýin Viña del Mar, er landsins triðstørsta býarøki, næst eftir Gran Santiago og Concepción. Skaldið Pablo Neruda hevur átt hús í býnum. Bygningurin "La Sebastiana" er nú innrættað sum eitt savn. Dwars door Vlaanderen 2017. Dwars door Vlaanderen 2017 er tann 72. útgávan av súkklukappingini Dwars door Vlaanderen. Tað er tann tíggjunda World Tour-kappingin í kalendaranum hjá UCI í 2017 og verður hildin 22. mars 2017. Vuelta a Andalucía 2017. Vuelta a Andalucía 2017 er tann 63. útgávan av tí sponsku súkklukappingini í sponsku sjálvstýrndi regiónini Andalusia. Kappingin fór fram frá 15. til 19. februar 2017. Kappingin er ein partur av UCI Europe Tour 2017 og er í bólkinum 2.HC. Volta ao Algarve 2017. Volta ao Algarve 2017 er tann 43. útgávan av tí portugisisku súkklukappingini í Algarve. Kappingin fór fram í tíðarskeiðnum 15. til 19. februar 2017. Kappingin er ein partur av UCI Europe Tour 2017 og verður flokkað sum ein 2.HC kappingin av UCI. UCI Europe Tour 2017. UCI Europe Tour 2017 er tann 13. sesongin av UCI Europe Tour. Omloop Het Nieuwsblad. Omloop Het Nieuwsblad (fyrr "Omloop Het Volk") er ein eindagskapping í súkkling í Eysturflandern í Belgia. Kappingin er ein hálvklassikari ið byrjar "brúgvasteinssesongina", og verður vanliga hildin síðsta leygardag í februar ella fyrsta leygardag í mars (dagin fyri Kuurne-Bruxelles-Kuurne). Kalt veður, onkuntíð kavi, og stuttar brúgvasteinsbrekkur sermerkja kappingina, mótsatt venjingarlegunum um várið longri suðuri á tí italsku rivieraðini ella í Suðurfraklandi. Kappingin varð fyrst ferð hildin í 1945, og varð tá fyriskipað av blaðnum "Het Volk" sum aftursvar uppá eina aðra kendari kapping, Kring Flandern, ið blaðið "Het Nieuwsblad" fyriskipaði, tann kappingin er eitt av teinum sonevndu monunumetunum. Báðar kappingar nýta fleiri av teimum somu brekkunum. Kappingin Omloop Het Nieuwsblad hevur eisini verið nevnd Gent-Gent, av tí at onnur bløð ikki vildu veita reklamu fyri kappingarneyta teirra. Millum 1945 og 1995 byrjaði og endaði kappingin í Gent. Frá 1996 til 2007 endaði hon í Lokeren, men síðan 2008 hevur Gent aftur verið málbýurin. Frá 2017 er Omloop Het Nieuwsblad partur av UCI World Tour-kalendaranum. Strade Bianche. Strade Bianche (fyrr "Monte Paschi Eroica") er ein súkklukapping, ið verður hildin árliga nærindis Toscana, Italia. Kappingin varð fyrstu ferð hildin í 2007. Síðan 2008 hevur hon verið hildin í marts mánað. Kappingin byrjar í Gaiole in Chianti og endar eftir 180 kilometrar uppi á Piazza del Campo í Siena. 70 kilometrar eru eftir grúsvegi ("sterrati"). Frá 2017 er kappingin partur av UCI World Tour-kalendaranum. Madagascar (2005 filmur). "Madagascar" er ein amerikanskur teknifilmur frá 2005 framleiddur av DreamWorks Animation. One Hundred and One Dalmatians. "One Hundred and One Dalmatians" ("Hundrað og ein dalmantinarir", danskt heiti: "101 Dalmatinere") er ein amerikanskur teknifilmur frá 1961 framleiddur av Walt Disney. Hann er hin 17. filmurin í røðini av teimum klassisku teknifilmunum frá Disney. The Sword in the Stone (filmur). "The Sword in the Stone" ("Svørðið í steininum", danskt heiti: "Sværdet i stenen") er ein amerikanskur teknifilmur frá 1963 framleiddur av Walt Disney. Hann er hin 18. filmurin í røðini av teimum klassisku teknifilmunum frá Disney. Cinderella (1950 filmur). "Cinderella" ("Øskufía", danskt heiti: "Askepot") er ein amerikanskur teknifilmur frá 1950 framleiddur av Walt Disney. Hann er hin 12. filmurin í røðini av teimum klassisku teknifilmunum frá Disney. Sleeping Beauty (1959 filmur). "Sleeping Beauty" er ein amerikanskur teknifilmur frá 1959 framleiddur av Walt Disney. Hann er hin 16. filmurin í røðini av teimum klassisku teknifilmunum frá Disney. The Aristocats. "The Aristocats" ("Aðalsketturnar", danskt heiti: "Aristocats") er ein amerikanskur teknifilmur frá 1970 framleiddur av Walt Disney Productions og frumsýndur eftir Buena Vista Distribution. Hann er hin 20. filmurin í røðini av teimum klassisku teknifilmunum frá Disney. Omloop Het Nieuwsblad fyri kvinnur. Omloop Het Nieuwsblad fyri kvinnur er ein súkklukapping í Belgia fyri kvinnur, ið varð stovnað í 2006 og er ein partur av UCI kalendaranum og var frá 2006 til 2015 flokkað sum 1.2. Frá 2016 er hon flokkað sum 1.1. Kappingin fevnir um ein tein á 120 km, ið byrjar í Deerlijk og málið er í Deinze. Kappingin hjá monnum eitur eisini Omloop Het Nieuwsblad og verður hildin sama dag. Kring Baskaralandið 2017. Kring Baskaralandið 2017 er tann 57. útgávan av súkklukappingini Kring Baskaralandið. Tann baskiska teinakappingin er tann 14. kappingin í World Tour-kalendaranum hjá UCI í 2017 og verður hildin millum 3. og 8. apríl 2017. E3 Harelbeke 2017. E3 Harelbeke 2017 var tann 60. útgávan av súkklukappingini E3 Harelbeke. Tað var tann 11. kappingin í World Tour-kalendaranum hjá UCI í 2017 og varð hildin 24. mars 2017. Gent-Wevelgem 2017. Gent-Wevelgem 2017 va tann 79. útgávan av súkklukappingini Gent-Wevelgem. Tað var tann 12. kappingin í World Tour-kalendaranum hjá UCI í 2017 og varð hildin 26. mars 2017. Kring Flandern 2017. Kring Flandern 2017 var tann 101. útgávan av súkklukappingini Kring Flandern. Tað var tann 13. kappingin í World Tour-kalendaranum hjá UCI í 2017 og varð hildin 2. apríl 2017. Belgiski Philippe Gilbert frá vann kappingina. Bill Paxton. William "Bill" Paxton (føddur 17. mai 1955 í Fort Worth, Texas, deyður 25. februar 2017 í Los Angeles, Kalifornia) var ein amerikanskur sjónleikari. Bill Paxton er ein av teimum sjónleikarunum sum ikki er serliga kendur fyri nakran høvuðsleiklut. Men hann hevur verið í einum ótali av filmum, og fleiri av teimum heilt stóru framleiðslunum eisini. Av filmum sum Bill Paxton hevur verið í kunnu nevnast "Aliens" (1986), "Predator 2" (1990), "The Terminator" (1984), "Apollo 13" (1995) og "Titanic" (1997). Tað eru nógvir aðrir, og yrkisleið hansara vardi í umleið 40 ár. Paxton náddi eisini at vinna eina Emmy heiðursløn fyri leiklut sín í "Hatfields and McCoys" (2012). Paxton var bara 18 ára gamal tá hann flutti úr Texas til Kalifornia, fyri at gerast sjónleikari. Nøkur ár seinni bleiv hann útbúgvin sjónleikari í New York. Andrew Jackson. Andrew Jackson (15. mars 1767 – 8. juni 1845) var 7. forseti í USA. Fyrstu ferð, at tann sum fekk flestar atkvøður í USA ikki eisini gjørdist forseti, var til forsetavalið í 1824. Jackson, sum seinni gjørist forseti frá 1829-1837, fekk bæði flestar atkvøður og flestar valmenn í 1824. Men hóast hann eisini fekk flestar valmenn, so fekk hann tó ikki meiri enn helmingin av øllum valmonnunum. Í 1824 vóru 261 valmenn íalt, og kravdist tað 131 valmenn til vissan sigur – Andrew Jackson fekk 99 valmenn. Til valið í 1824 vóru fýra forsetavalevni, og nummar tvey gjørdist John Quincy Adams við 84 valmonnum, nummar trý William H. Crawford við 41 valmonnum og Henry Clay við 37 valmonnum. Tá eingin fekk reinan meiriluta ásetti 12. ískoyti til amerikansku grundlógina, at tað var Umboðsmannatingið sum skuldi velja forsetan, og veljast skuldi millum tríggjar teir fremstu. Umboðsmannatingið so gjørdi, og valið fall á John Quincy Adams. Andrew Jackson fekk tó uppreisn longu valið eftir í 1828, tá hann vann reinan meiriluta móti júst John Quincy Adams. Fyriuttan at vera fyrsti sitandi amerikanski forseti, sum onkur royndi at myrða, bleiv Andrew Jackson eisini kendur sum fyrsti, og higartil einasti, forseti, sum megnaði at rina alla ta amerikansku skuldina. Morðroynd. Tann 30. januar í 1835 var amerikanski forsetin Jackson, ið sat árini 1829-1837, til jarðarferð hjá einum kongresslimi úr Suðurcarolina. Tá var tað, at sinnissjúki maðurin Richard Lawrence við tveimum pistólum skeyt eftir forsetanum, tó uttan at raka hann. Í staðin fór 67 ára gamli forsetin at buka Lawrence við stavinum hjá sær, áðrenn aðrir komu til og tóku hann. Lawrence varð seinni dømdur ósekur, tí hann var sinnissjúkur, og hann livdi restina av sínum lívi á einum sinnissjúkrahúsi. Remigiusz Mróz. Remigiusz Mróz er ein pólskur rithøvundur, sum undir dulnevninum Ove Løgmansbø hevur skrivað tríggjar krimisøgur, sum ganga fyri seg í Føroyum. Rithøvundurin nýtir sítt listarliga frælsi at seta føroysk nøvn og fyribrigdi saman á ein hátt, sum ikki samsvarar við veruleikan. Í 2017 varð avdúkað, at tað er pólski rithøvundurin Remigiusz Mróz, sum er maðurin handan dulnevnið Ove Løgmansbø. La Flèche Wallonne 2017. La Flèche Wallonne 2017 er tann 81. útgávan av súkklukappingini La Flèche Wallonne. Tað er tann 18. kappingin í World Tour-kalendaranum hjá UCI í 2017 og verður hildin 19. apríl 2017. Robin Hood (1973 filmur). "Robin Hood" er ein amerikanskur teknifilmur frá 1973 framleiddur av Walt Disney Productions. Hann er hin 21. filmurin í røðini av teimum klassisku animatiónsfilmunum frá Disney. Tour de Normandie. Tour de Normandie er ein súkklukapping, ið verður hildin hvørt ár í regiónini Normandíið, Frakland. Kappingin byrjaði í 1939, men var ikki hildin tíðarskeiðið 1940–1955 og 1960–1980. Kappingin var frá byrjan fyri amatørar, men var latin upp fyri professionellum súkklarum í 1996. Tour de Normandie hevur verið ein av kappingunum í UCI Europe Tour síðan 2005, flokkað sum 2.2. Jolin Tsai. Jolin Tsai (fødd 15. september 1980 í New Taipei í Taivan) er sangari, sangskrivari, dansari og sjónleikari. Kasper Schmeichel. Kasper Schmeichel (føddur 5. november 1986) er ein danskur fótbóltsleikari, ið spælur fyri enska Premier League liðið Leicester City og Danska fótbóltslandsliðið. Hansara pápi, Peter, er fyrrverandi Manchester United leikari. Roberta Pinotti. Roberta Pinotti, (fødd 22. februar 1961 í Genova) er ein italskur politikari, limur í Demokratiska Flokkinum (Partito Democratico) og limur í italska tinginum, í deputerkamarinum, síðan 2001. Síðan 21. februar 2014 hevur hon verið verjumálaráðharri og í stjórnini hjá Matteo Renzi. Síðan 12. desember 2016 varð hon útnevnd sum ráðharri í stjórnini hjá Paolo Gentiloni. Pionotti er tann fyrsta kvinnan í Italska lýðveldinum, ið gjørdist verjumálaráðharri. Peter Schmeichel. Peter Bolesław Schmeichel (føddur 18. november 1963) er ein fyrrverandi danskur fótbóltsleikari, ið spældi sum málmaður. Hann spældi fyri enska Premier League liðnum Manchester United frá 1991 til 1999, har hann vann fimm Premier League titlar. Sonur hansara, Kasper, er málmaður hjá enska Premier League liðnum Leicester City. Daniel Agger. Daniel Munthe Agger (føddur 12. desember 1984) er ein fyrrverandi danskur fótbóltleikari. UEFA Champions League endaspæl 2016-17. Endaspælið í UEFA Champions League 2016-17 byrjaði hin 14. februar 2017 og endar hin 3. juni 2016 við finaluni á Millennium Stadium í Cardiff, Wales, har vinnarin av UEFA Champions League 2016-17 verður funnin. Tilsamans 16 lið luttaka í endaspælinum. Áttandapartsfinalur. Lutakastið varð hildið 12. desember 2016. Teir fyrstu dystirnir vórðu leiktir 14, 15, 21 og 22. februar og returdystirnir vórðu leiktir 7, 8, 14 og 15. mars 2017. Dystir. "6–6 samanlagt. Monaco vann við útivallamálum." Kvartfinalur. Lutakastið varð hildið hin 17. mars 2017. Teir fyrstu dystirnir vórðu leiktir hin 11. og 12. apríl, og returdystirnir vórðu leiktir hin 18. og 19. apríl 2017. Hálvfinalur. Lutakastið varð hildið 21. april 2017. Teir fyrstu dystirnir vórðu leiktir 2. og 3. mai, og returdystirnir vórðu leiktir 9. og 10. mai 2017. Pierre-Emile Højbjerg. Pierre-Emile Kordt Højbjerg (føddur 5. august 1995) er ein danskur fótbóltsleikari, ið spælur við enska Premier League liðnum Southampton og danska fótbóltslandsliðnum. Hann hevur áður spælt við týska felagnum Bayern München. Borussia Mönchengladbach. Borussia VfL 1900 Mönchengladbach e.V., betri kent sum Borussia Mönchengladbach (), Mönchengladbach ella Gladbach, er eitt týskt fótbóltsfelag í Mönchengladbach, Nordrhein-Westfalen. Felagið var stovnað í 1900, og spælir í Bundesliga, har teir spældu á fyrsta sinni í 1965–66 sesongini. Felagið er eitt teimum kendastu týsku feløgunum og felagið vann týska meistaraheitið fimm ferðir í 1970'unum. DFB-Pokal. DFB-Pokal er tann næstmest týðandi meistaraskapurin í týskum fótbólti, næst eftir Bundesliga. DFB er stytting fyri Deutscher Fußball-Bund (týska fótbóltssambandið). Werder Bremen. Sportverein Werder Bremen von 1899 e. V. (), betri kent sum Werder Bremen, er eitt týskt fótbóltsfelag í Bremen. Felagið varð stovnað í 1899 og er vaksið til 40.400 limir. Bundesliga 2015-16. Bundesliga 2015-16 var tann 53. sesongin av Bundesliga, ið er besta fótbóltsdeildin í Týsklandi. Sesongin byrjaði hin 14. august 2015 og endaði 14. mai 2016. Bayern München var forsvarandi meistari, eftir at teir vunnu teirra 24. Bundesliga-tittul og 25. týska meistaraheitið. Bayer 04 Leverkusen. Bayer 04 Leverkusen Fußball GmbH, eisini kent sum Bayer 04 Leverkusen, Bayer Leverkusen, Leverkusen ella heilt einfalt Bayer, er eitt týskt fótbóltsfelag í Leverkusen, Nordrhein-Westfalen. Liðið spælir í Bundesliguni, ið er besta fótbóltsdeildin í Týsklandi. Liðið spælir heimadystirnir á BayArena. Beşiktaş J.K.. Beşiktaş Jimnastik Kulübü (,), kent sum Beşiktaş (úttalast: "Beshiktash"), er eitt turkiskt ítróttafelag, ið varð stovað í 1903, og hevur bústað í Beşiktaş, ið er eitt grannalag í Istanbul. Süper Lig. Süper Lig (, "Super League") er ein turkisk professionel deild fyri fótbóltsfeløg. Tað er besta fótbóltsdeildin í turkiskum fótbólti. Tað er ein av bestu deildunum í evropeiskum fótbólti hjá UEFA samgonguni, og vinnarin av Süper Lig kvalifiserar seg til bólkaspælið í UEFA Champions League. Átjan feløg kappast hvørt ár í deildini, ein meistari verður funnin og trý lið flyta upp og niður í deildina frá og til 1. Lig. Sesongin er frá august til mai, og hvørt felag spælir 34 dystir. Dystirnir verða leiktir fríggjad til mánadag. Deildin er sponsorerað av "Spor Toto" og tí verður hon alment nevnd Spor Toto Süper Lig. Yvirlit yvir heiðursmerki. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir gull, silvur og bronsuheiðursmerkjavinnarar í Süper Lig. Jannik Vestergaard. Jannik Vestergaard (føddur 3. august 1992) er ein danskur fótbóltsleikari, ið spælur fyri týska Bundesliga liðið Borussia Mönchengladbach og Danska fótbóltslandsliðið. Hann er 199 cm høgur og hevur verið hægsti leikari í Bundesliga í nøkur ár. Poul Nielsen. Niels Poul "Tist" Nielsen (føddur 25. desember 1891 — deyður 9. august 1962) var ein danskur fótbóltsleikari. Nielsen er toppskorari hjá Danska fótbóltslandsliðinum við Jon Dahl Tomasson, teir báðir hava 52 mál, men Nielsen spældi bara 38 dystir á landsliðinum. Nielsen spældi bara við danska liðnum Kjøbenhavns Boldklub í sínari karrieru. John Arne Riise. John Arne Semundseth Riise (føddur 24. september 1980) er ein fyrrverandi norskur fótbóltsleikari. Hann hevur spælt mest dystir fyri Norska fótbóltslandsliðið við 110 dystum. Hagtøl fyri dystir og mál á norska landsliðnum. John Arne Riise spældi í alt 110 landsdystir og skoraði 16 mál fyri Noreg. Eliteserien. Eliteserien er ein norsk professionel fótbóltsdeild fyri feløg og tann hægsta deildin í Noregi. Áðrenn 1937 var tað ongin landskapping í fótbólti í Noregi, bert regionalar kappingar og Norska steypakappingin. Lið. Hesi sekstan feløg kappast í Eliteserien í 2017 sesongini. Heiðursmerkjavinnarar eftir ári. Note: 1 First season when North Norwegian teams was allowed to play in the Top Division. Molde FK. Molde Fotballklubb er eitt fótbóltsfelag úr Molde, Noreg, ið spælir í bestu fótbóltsdeildini í Noregi, Eliteserien. Molde FK varð stovnað 19. juni 1911, og var í fyrstani kent sum International. Molde hevur tríggjar ferðir vunnið norska meistaraheitið (2011, 2012, 2014, 2019) og fýra ferðir hevur felagið vunnið norsku steypakappingina (1994, 2005, 2013, 2014). Molde er tað eina av tveimum feløgum, ið hevur luttikið í UEFA Champions League. Malmö FF. Malmö Fotbollförening, eisini kent sum Malmö FF, Malmö, ella (serliga lokalt) MFF, er eitt svenskt professionelt fótbóltsfelag í Malmö. Felagið er tað mest vinnandi í Svøríki, og tað einasta norðurlendska felagið, ið er komið í Europa-Cup finaluna. Felagið varð stovnað 24. februar 1910 og spælir sínar heimadystir á Swedbank Stadion. Litirnir hjá felagnum eru hvítt og himmalblátt. SK Brann. Sportsklubben Brann (sum oftast nevnt Brann ella SK Brann altjóða) er eitt norskt professionelt fótbóltslið úr Bergen, ið varð stovnað 26. september 1908. Brann hevur spælt í bestu norsku deildini, Tippeligaen, síðan 1987. Lið spælir sínar heimadystir á Brann Stadion. Í oktober 2007 vann Brann norska meistaraskapin fyri fyrstu ferð síðan 1963. Allsvenskan 2017. Allsvenskan 2017 er partur av 2017 fótbóltsárinum í svenskum fótbólti og er tann 93. sesongin av Allsvenskan, síðan deildin varð stovnað í 1924. Sesongin byrjar fyrsta vikuskifti í apríl 2017 og endar hin 5. november 2017. Lið. Tilsamans sekstan lið kappast í deildini, teirra millum eru trettan av liðunum frá undanfarnu sesong, tvey lið fluttu upp frá Superettan 2016 og eitt lið kom frá Allsvenskan play-off kampunum í 2016. Gefle IF og Falkenbergs FF fluttu niður í Superettan eftir at fótbóltsárið 2016 var liðugt. Í staðin fluttu vinnarin og nummar tvey úr Superettan 2016 IK Sirius og AFC United upp í bestu deildina. IK Sirius er komið aftur í Allsvenskan eftir at hava spælt í lægri deildum í 42 ár, eftir at teir fluttu niður í 1974. Hetta er fjórða sesongin, at IK Sirius spælir í Allsvenskan. AFC United luttaka fyri fyrstu ferð í bestu deildini í søgu felagsins. Síðsta plássið verður tikið av play-off vinnaranum frá Allsvenskan 2016, Halmstads BK, ið endaði á triðjaplássið í Superettan í 2016, men vann play-off dystin. AS Roma. Associazione Sportiva Roma (,; "Rome Sport Association"), sum oftast nevnt Roma, er eitt professionelt italskt fótbóltsfelag í Rom. Felagið varð stovnað í 1927 eftir eina samanlegging og hevur spælt í bestu italsku fótbóltsdeildini hjá monnum líka síðan, tó undantikið sesongina í 1951–52. Felagið hevur vunnið Serie A tríggjar ferðir, fyrstu ferð var í 1941–42, síðan vunnu teir í 1982–83 og aftur í 2000–01. Tour de Normandie 2017. Tour de Normandie 2017 er tann 37. útgávan av tí fronsku landavegssúkklukappingini í num. Kappingin byrjar 20. mars og endar 26. mars 2017. Kappingin er ein partur av UCI Europe Tour 2017 og er flokkað sum 2.2 av UCI. Riwal Securitas Cycling Team. Riwal Platform Cycling Team er eitt danskt kontinentalt súkklulið við heimstaði í Aalestrup í Himmerland. Liðið varð stovnað í 2009 við navninum Team Concordia Forsikring-Himmerland, har Concordia Forsikring var høvuðsstuðul. Í 2010 broytti liðið navn til Team Concordia Forsikring-Himmerland, eftir at Himmerland Forsikring gjørdist navnasponsor. Í 2015 varð navnið broytt til Riwal Platform Cycling Team, har aðrir stuðlar sum S, Riwal og TOGT komu við. Trofeo Alfredo Binda-Comune di Cittiglio. Trofeo Alfredo Binda-Comune di Cittiglio er ein professionel súkklukapping fyri kvinnur, ið verður fyriskipað hvørt ár í Cittiglio og kommunum har um leiðir, ið liggja í Varese landslutinum í italsku regiónini Lombardínum. Kappingin varð stovnað í 1974. Frá 2008 til 2015 var kappinging ein partur av UCI World Cup í vegsúkkling fyri kvinnur. Síðan 2016 har hon verið partur av UCI Women's World Tour. Súni Fríði Barbá. Súni Fríði Barbá (føddur Súni Fríði Johannesen; 20. oktober 1972) er ein fyrrverandi føroyskur fótbóltsleikari. Hann spældi sum álopsleikari fyri B68, NSÍ og HB. Í Effodeildini hevur Súni Fríði spælt 244 dystir og skora 140 mál. Hann hevur spælt fýra landsdystir fyri Føroyar, ein vinadyst í 1993 og ein í 1995. Presidential Medal of Freedom. Presidential Medal of Freedom er størsti heiður ein sivilur persónur í USA kann fáa. Serie A 2016-17. Serie A 2016-17 (kend sum Serie A TIM av sponsororsøkum) er tann 115. sesongin í ovastu fótbóltsdeildini hjá monnum í italskum fótbólti. Juventus er forsvarandi meistari. Kappingin varir frá 20. august 2016 til 28. mai 2017. David Rockefeller. David Rockefeller (f. 12. juni 1915 í New York – d. 20. mars 2017 í New York) var tann seinasti av sínum ættarliði og hann var abbasonur stovnaran av Standard Oil, John D. Rockefeller Jr. Hann var yngstur av fimm synum. Eins og so mangir ungir menn hasa tíðina, so luttók David eisini í Øðrum heimskríggi. Eftir kríggið arbeiddi hann í Chase Bank, sum seinni fekk navnið JP Morgan Chase. Undir hansara leiðslu varð Chase Bank tann fyrsti amerikanski bankin sum opnaði deildir í Fólkalýðveldinum Kina og Sovjetsamveldinum, og eisini í Egyptalandi, eftir Suez-kreppuna í 1956. Rockefeller fór frá í 1981, tá hann var blivin 65 ára gamal. Rockefeller fekk seks børn við konuni Margaret. Margaret doyði í 1996. Rockefeller gekk á Harvard University, og var liðugur har í 1936. Hann hevði búskap sum høvuðsevni, og í 1940 bleiv hann doktari í búskapi við University of Chicago. Í 1998 fekk hann Presidential Medal of Freedom, fyri alt sítt vælgerandi arbeiði. Hóast hann ongantíð sjálvur gjørdi nakra roynd í politikki, so royndu tveir brøður hansara seg. Nelson Rockefeller var eitt skyfti guvernørur í New York og eisini so høgt sum varaforseti, tá Winthrop Rockefeller var guvernørur í Arkansas. Allan Simonsen. Allan Rodenkam Simonsen (føddur 15. desember 1952) er ein fyrrverandi danskur fótbóltsleikari. Hann var venjari hjá føroyska fótbóltsmanslandsliðinum frá 1994 til 2001. Hann vann Ballon d'Or í 1977. Dave Grohl. David Eric Grohl (føddur 14. januar 1969 í Warren, Ohio) er ein amerikanskur tónleikari, ið er forsangari og gittarspælari hjá Foo Fighters. Hann hevur áður spælt trummur við Nirvana, Queens of the Stong Age og Them Crooked Vultures. Kirk Hammett. Kirk Lee Hammett (føddur 18. november 1962 í San Francisco, Kalifornia) er ein amerikanskur tónleikari, ið spælur gittar við bólkinum Metallica. Hann hevur verið í bólkinum síðani 1983. Cliff Burton. Clifford Lee "Cliff" Burton (føddur 10. februar 1962 - andaðist 27. september 1986) var ein amerikanskur tónleikari, ið spældi bass við bólkinum Metallica frá desember 1982 til hann doyði í september 1986. Tour de Romandie 2017. Tour de Romandie 2017 er tann 71. útgávan av súkklukappingini Tour de Romandie. Henda teinakapping er tann 20. kappingin í World Tour-kalendaranum hjá UCI í 2017 og verður fyriskipað í Sveis frá 25. til 30. apríl 2017. Liège-Bastogne-Liège 2017. Liège-Bastogne-Liège 2017 er tann 103. útgávan av súkklukappingini Liège-Bastogne-Liège. Tað er tann 19. kappingin hjá UCI í World Tour-kalendaranum í 2017 og verður hildin 23. apríl 2017. Tour of California 2017. Tour of California 2017 er tann 12. útgávan av súkklukappingini Tour of California. Tann amerikanska teinakappingin er tann 23. kappingin hjá UCI í World Tour-kalendaranum í 2017 og verður fyriskipað frá 14. til 20. mai 2017. Clásica de San Sebastián 2017. Clásica de San Sebastián 2017 er tann 37. útgávan av súkklukappingini Clásica de San Sebastián. Tað er tann 28. kappingin hjá UCI í World Tour-kalendaranum í 2017 og verður fyriskipað 29. juli 2017. Il Lombardia 2017. Il Lombardia 2017 er tann 111. útgávan av súkklukappingini Giro di Lombardia (Il Lombardia). Tað er tann 36. og síðsta kappingin á World Tour-kalendaranum hjá UCI í 2017 og verður hildin 30. september 2017. Dmitry Medvedev. Dmitrij Anatoljevitj Medvedev (russiskt: Дми́трий Анато́льевич Медве́дев) (føddur 14. september 1965 í Leningrad) er russiskur politikari og statsleiðari. Hann er forsætisráðharrin í Russlandi síðan 2012. Áðrenn tað hevur hann verið forsetin frá 2008 til 2012. Karpatafjøll. Karpatafjøll eru ein stór evropeisk fjallaketa. Tær røkka frá Slovakia og Pólland, gjøgnum Ukraina; til Rumenias. Šiprage. Šiprage (bosniskt og kroatiskt: "Šiprage", serbiskt: "Шипраге") er ein býur í Bosnia og Hersegovinai. Fólkatalið er 788 í 2013. Býurin liggur við Vrbanja. Býurin er í Banja Luka regiónini. Philippe Gilbert. Philippe Gilbert (føddur 5. juli 1982) er ein belgiskur professionellur súkklari, ið koyrir fyri UCI ProTour liðið. Gilbert er best kendur fyri at vinna HM í vegsúkkling í 2012, og fyri at vera annar av tveimum sukklarum, saman við Davide Rebellin, ið hava megnað at vinna tær tríggjar Ardennu-várklassikararnar Ardennes classics – Amstel Gold Race, La Flèche Wallonne og Liège-Bastogne-Liège – í einari sesong, hetta kláraði hann í 2011. Grand Prix Cycliste de Québec. Grand Prix Cycliste de Québec er ein professionel eindags súkklukapping innan vegsúkkling, ið verður hildin í Québec City, Quebec, Kanada. Tann fyrsta útgávan var fyriskipað 10. september 2010. Saman við Grand Prix Cycliste de Montréal, ið er tveir dagar seinni, eru hesar tær einastu World Tour-kappingar í Norðuramerika. TB/FC Suðuroy/Royn. TB/FC Suðuroy/Royn er eitt føroyskt fótbóltsfelag, ið varð stovnað í desember 2016. Liðið er ein samanlegging av teimum trimum fótbóltsfeløgunum í Suðuroynni: Tvøroyrar Bóltfelag (TB), FC Suðuroy og Royn. Besta liðið hjá felagnum spælir í bestu deildini, Effodeildini, í 2017, og harumframt eisini í 1. og 2. deild hjá monnum. Árið 2017 er at síggja sum eitt royndarár og hetta árið er navnið TB/FC Suðuroy/Royn, men í miðlum og annað verður liðið ofta nevnt Suðuroyarliðið og fjepparar eru blivnir samdir um at rópa Suðringar, tá ið liðið spælir, tí TB/FC Suðuroy/Royn ið hevur átta stavilsir er alt ov langt at rópa. Liðið spælir í myrkagrønum búna. CPAP Pro. CPAP Pro er eitt ventilatiónssystem, sum tryggjar positivt lufttrýst í lungunum. Tað økir hvílivolumen í lungunum soleiðis, at luftbløðrurnar eru útfoldaðar. Hetta betrar um luftskiftið frá lungabløðrunum til blóðrenslið, og hetta lættir um andadráttsarbeiði. Arnold Vegghamar. Arnold Vegghamar er føroyskur listamaður. Hann er føddur og uppvaksin á Viðareiði, og hevur síðani hann var heilt ungur, málað. Tá hann var 24 ára gamal, fór hann til Danmarkar at læra til silvur- og gullsmið. Í Føroyum hevur Vegghamar m.a. havt stakframsýningar við málningum í Listaskálanum, í Gallerie Focus og verið við á Várframsýningum. Í Danmark hevur hann m.a. sýnt fram í Sønderborg, Hirtshals og í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn. Ungu Føroyar. Bókaforlagið Ungu Føroyar varð stovnað 1949. Sigrið av Skarði Joensen (1908-75) fór tá undir at geva bøkur út undir hesum forlagsnavninum. Hetta navnið er eftir tí fyrsta føroyska barnablaðnum, Ungu Føroyum 1907-10, 1914-15, sum Símun av Skarði gav út. Tvær bøkur komu út tað fyrsta árið: Søgubókin og Víkingarnir á Hálogalandi. Søgubókin er eitt savn av føroyskum og týddum stuttsøgum, m.a. “Dreymurin” eftir Andreu Reinert” og “Vit krýna teg til kong” eftir indiska nobelskaldið Tagore. Víkingarnir á Hálogalandi er tann fyrsti Ibsen-leikurin, sum kom út á føroyskum. Týtt hevði Símun av Skarði. Janus Kamban gjørdi permumynd til báðar hesar bøkurnar. Síðan komu barnabøkurnar eftir Sigurð Joensen og við myndum eftir Fridu Zachariassen: Gráa dunna 1958, Kálvamuuan 1959 og Lambamæið 1960. Hetta eru umframt Í skýmingini (1949) eftir Sofíu Petersen og Elinborg Lützen, fyrstu føroysku barnabøkur. Her gjørdi forlagið Ungu Føroyar slóðbrótandi arbeiði. Forlagið gav í 1960 sjónleikin Vár eftir Símun av Skarði út í 2. útgávu (1. útg. 1904). Seinni góvu Ungu Føroyar ymsar smáar bøkur út, upprunaligar og týddar. Í 1984 kom íslendingasøgan Bárðar søga út. Sjúrður Joensen (1947-95) umsetti. Myndir gjørdu Astrid Andreasen og Olna Joensen. Seinni hevur Turið Sigurðardóttir havt forlagið Ungu Føroyar og givið út bæði upprunaligar og týddar bøkur. Frá 1991 kunnu vit nevna endurútgávu av trimum og nýútgávu av fýra barnabókum eftir Sigurð Joensen við myndum eftir føroysk listafólk: Kálvamuan, myndir: Zacharias Heinesen, Gráa dunna, myndir: Zacharias Heinesen, Lambamæið, myndir: Zacharias Heinesen, Heinmalambið, myndir: Astrid Andreasen, Smálombini, myndir: Astrid Andreasen, Hvíti tarvur, myndir: Janus Kamban og Lítli Sjúrður á látrinum, myndir: Óli Petersen. Í 1991 gav forlagið eisini út ljóðband, har Sigurð Joensen, Bergljót av Skarði og Frida Sofía Johannessen lósu Kálvamuuna og Sigurð las týðing sína av “Stjørnueyga” eftir Z. Topelius. Sigurð Joensen: Tekstir 1940 – 1992 í prosa og bundnum máli, sum kom út í 1998, er framhald av Eg stoyti heitt 1 og 2, Studentafelagið gav út 1987. Í 1998 kom eisini út Kjørbreyt, Sjónleikur í trimum pørtum frá 1941 eftir Sigurð Joensen. Bókin hjá Sigert Patursson um ferðir hansara í Sibiria (1901) kom út hjá Ungu Føroyum í 1994 í týðingini hjá Sigrið av Skarði Joensen undir heitinum Á ferð í Sibiriu. Frásagnir um mentanarsøgu og hendingar á seks ára ferð í norðaru og sunnaru pørtunum av Vestursibiriu og við Kariahav. Ein bók um Sigert Patursson, ein stutt ævisøga, kom eisini út í 1994, Sigert eftir Turið Sigurðardóttur. Salman Rushdie kom út á Ungu Føroyum í 1996 við stuttsøgusavninum Eystur, vestur. Lív Joensen umsetti tær níggju søgurnar, bara tvey ár eftir at tann upprunaliga bókin kom út. Ungu Føroyar hava givið út týðingar av tveimum skaldsøgum eftir Halldór Laxness, Íslandsklokkuna, 1996, Sigurð Joensen týddi, og Salku Valku, 2005, 2. útg. (1. útg. 1972, 1978), Turið Sigurðardóttir týddi. Eftir Halldór Laxness kom harumframt eitt savn av føroyskum týðingum av stuttsøgum, Veitsla hjá nornafaðir, 2007 (Týðarar: Per Mohr, Oskar Hermansson, Chr. Matras, Ulf Zachariasen, Hjalmar P. Petersen og Turið Sigurðardóttir). Í 2007 kom eisini føroysk týðing av skaldsøguni Systrarnar undir Steinum (De zusjes Kriegel), sum er ætlað ellivu ára gomlum og eldri, eftir tann kenda belgiska barnabókahøvundin Marc de Bel (f. 1954). Bókin kom upprunaliga út í 1992. Frida Sofía Johannessen týddi úr flamskum. Palm Springs. Palm Springs er ein týdningarmikil ferðavinnubýur í Suður-Kalifornia. Palm Springs liggur niðarlaga í dalinum nevndur Coachella Valley í Colorado Desert. Dalurin er umgyrdur av Little San Bernardino- og San Jacinto fjøllum. Býurin hevur oyðimarkarveðurlag; hitin kann koma upp í 40-50 stig, men liggur í vetrarmánaðunum um tey 30 stigini. HM í fótbólti fyri kvinnur 2019. HM í fótbólti fyri kvinnur 2019 verður tann áttanda útgávan av HM í fótbólti fyri kvinnur, ið tann altjóða meistaraskapurin fyri fótbólt hjá kvinnum, har ið limalondini í FIFA kappast. Í mars 2015, vann Frakland rættin til at vera vertur fyri kappingini. Tað er fyrstu ferð at Frakland er vertur fyri meistaraskapinum, og triðju ferð, at hann verður hildin í Evropa. Dystir skulu eftir ætlan vera í ellivu býum í Fraklandi. Tað eru 24 lond ið skulu kappast í endaspælinum, teirra millum er vertstjóðin. USA er forsvarandi meistari. Undankapping til HM í fótbólti fyri kvinnur 2019 (UEFA). Tann evropeiska undankappingin til HM í fótbólti fyri kvinnur 2019 er ein kapping, ið skal avgerða, hvør ið saman við vertstjóðini Fraklandi sleppur at luttaka í eindaspælinum. Tilsamans 46 UEFA limalond luttaka í innleiðandi kappingini, har Andorra fær er við til sína fyrstu HM undankapping, og Kosovo eru við í teirra fyrstu kapping yvirhøvur. Luttakandi lond. Tey 30 hægst mettu liðini komu í innleiðandi bólkaspælið, meðan tey 16 lægst mettu liðini komu í eitt innleiðandi undankappingarumfar (prekvalifikatión). Lutakast. Lutakastið til tað innleiðandi bólkaspælið varð hildið 25. apríl 2017, 13:30 CEST (UTC+2), í UEFA høvuðsskrivstovuni í Nyon, Sveis. Lív Arge. Lív Finnbogadóttir Arge (fødd 20. mars 1997) er ein føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari, ið spælir fyri Havnar Bóltfelag og Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti. Eyðvør Klakstein. Eyðvør Klakstein (fødd 5. september 1995) er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir fyri spanska felagið Mislata CF. Frá august 2015 til mai 2016 spældi hon fyri eitt annað spanskt felag, CD Marino, í tí næstbestu deildini í Spania. Olga Kristina Hansen. Olga Kristina Hansen (fødd 28. februar 1990) er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir fyri B36 og Føroyar. Hon hevur fyrr spælt fyri m.a. KÍ og AB. Olga Kristina spældi sín fyrst A-landsdyst fyri Føroyar hin 18. november 2006, tað var móti Wales. Hon hevur higartil (24. oktober 2020) spælt 56 landsdystir og skorað 5 mál fyri Føroyar. Blindskrift. Blindskrift er skriftmálið hjá blindum. Tað er ein føliskrift, sum verður lisin við fingrunum. Blind eru før fyri sjálvi at lesa ein tekst við blindskrift. Fraklendingurin Louis Braille fann upp á hesa skriftina síðst í 1820unum – altjóða heitið er tí Braille. Danska heitið "punktskrift" kemst av, at allir bókstavirnir, øll teknini og tølini verða gjørd úr einari grundmynd, sum er úr seks punktum, sum eru eitt sindur upp frá pappírinum. Blindskrift verður nýtt um allan heimin. Tað er altjóða avgjørt, hvør punktsamanseting umboðar bókstavir og tøl, men annars fylgir blindskriftin málinum í landinum. Ein blindur, sum ikki skilur og ikki dugir at lesa føroyskt, dugir heldur ikki at lesa og skilja føroyska blindskrift. Av tí at blindskrift fyllir nógv í mun til prentaðan tekst, verða ofta styttingar nýttar fyri ymisk orð og ymiskar setningar, og hetta er ymiskt frá einum landi til annað. Skive-Løbet 2016. Tann 13. útgávan av Skive-Løbet varð hildin 1. mai 2016. Kappingin var ein partur av UCI Europe Tour 2016-kalendaranum og var flokkað sum 1.2. Vinnari gjørdist hollendarin Johim Ariesen, ið dagin fyri vann GP Viborg. Himmerland Rundt 2017. Himmerland Rundt 2017 er tann 7. útgávan av súkklukappingini Himmerland Rundt. Kappingin er ein partur av UCI Europe Tour-kalenderaranum og verður fyriskipað 28. apríl 2017. Himmerland Rundt. Himmerland Rundt er ein eindags súkklukapping í Danmark fyri professionellar súkklarar. Kappingin verður fyriskipað sum ein partur av UCI Europe Tour í Himmerland í Danmark. Tann fyrsta útgávan av kappingini varð fyriskipað í 2011. Milja Simonsen. Milja Reinert Simonsen (fødd 11. januar 1997) er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir fyri Havnar Bóltfelag og fyri Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti. Ansy Sevdal. Anna Sofía "Ansy" Sevdal (fødd 20. desember 1993) er ein føroyskur fótbóltsleikari, sum higartil (14. apríl 2017) hevur spælt 29 altjóða skrásettar A-landsdystir fyri Føroyar. Síðan 2013 hevur hon spælt við EB/Streymi/Skála í 1. deild. Áðrenn tað spældi hon við B68/NSÍ frá 2008 til 2009 og við Víkingi frá 2010 til 2012. Robert Trujillo. Roberto Augustin "Robert" Trujillo (føddur 23. oktober 1964) er ein amerikanskur tónleikari, ið spælur bass við Metallica. Fríðrún Olsen. Fríðrún Olsen (fødd Danielsen, 29. apríl 1991) er ein føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari, ið spælir fyri Skála og Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti. Ragna Patawary. Ragna Biskopstø Patawary (fødd 10. november 1980) er ein føroyskur fótbólsleikari, ið spælir við KÍ. Hon hevur spælt 16 landsdystir á føroyska kvinnulandsliðnum. Hon er tvíburðarsystir Rannvá B. Andreasen. Íðunn Magnussen. Íðunn Magnussen (fødd 15. august 1993) er ein føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari, ið spælir fyri Skála og Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti. Jason Newsted. Jason Curtis Newsted (føddur 4. mars 1963) er ein amerikanskur tónleikari, ið spældi bass við Metallica frá October 1986 til January 2001. Hann kom í bólkin aftaná Cliff Burton andaðist í September 1986. Women's Baltic Cup. Women's Baltic Cup er ein altjóða fótbóltskapping fyri kvinnur. Eins og kappingin hjá monnunum við sama navni, so verður henda fyriskipað annað hvørt ár síðan 2012. Áðrenn tað, var kappingin fyriskipað hvørt ár frá 1997-98 og 2003 til 2008. Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti varð bjóðað við til kappingina í 2016 og gjørdist vinnari av kappingini. Tro Bro Leon 2017. Tro Bro Leon 2017 er tann 34. útgávan av súkklukappingini Tro Bro Leon. Kappingin er ein partur av UCI Europe Tour-kalendaranum og verður hildin 17. apríl 2017. Baja Kalifornia hálvoyggin. Baja Kalifornia hálvoyggin (Spanskt: "Península de Baja California", Enskt: "Lower California Peninsula") er ein hálvoyggj og landslutur í norður-vestur Meksiko. Baja Kalifornia liggur millum Kalifornia í norðan og Kaliforniaflógvan í sunnan. Meginparturin av Baja Kalifornia er oyðimørk. Nesið er umleið 143,390 km² til støddar og fólkatalið er umleið 4 mió. (2015). Nógv fólk liva av ferðavinnu, tí í Baja Kalifornia eru stórar og góðar strendur, sum draga ferðafólk. Heiti sjógvurin og stóru sandstrendurnar í m.a. frítíðarbýunum Cabo San Lucas og Ensenada draga mong ferðafólk til sín. Tour of the Alps. Tour of the Alps (Giro del Trentino) er ein italsk súkklukapping fyri menn í landavegssúkkling. Kappingin verður vanliga hildin um hálvan ella síðst í apríl í fýra teinum í Südtirol regiónini í Italia, og er ein partur av UCI Europe Tour. La Flèche Wallonne Féminine 2017. Tann 20. útgávan av La Flèche Wallonne Féminine varð hildin hin 19. apríl 2017. Tað var tað sjeynda kappingin í UCI Women's World Tour 2017. Niðurlendska Anna van der Breggen frá Boels-Dolmans vann kappingina triðja árið á rað. Tailendskt mál. Tailendskt ella tai er móðurmál hjá um 20 mió. fólkum. Tailendskt er tað málið, ið flest fólk tosa í Tailandi. Tað hoyrir til taikadai-málættina. Tailendskt verður eisini nevndur siamesiskt. Tailendskt er í ætt við fleiri onnur ásiatisk mál, m.a. við laoskt. Tailendskt er 7. størsta mál í Føroyum. Skive-Løbet 2017. Skive-Løbet er tann 14. útgávan av súkklukappingini udgave Skive-Løbet. Kappingin er ein partur av UCI Europe Tour-kalendaranum og varð hildin 30. apríl 2017. Vinnari gjørdist Martin Toft Madsen (BHS-Almeborg Bornholm), ið spurtaði frá tveimum øðrum, ið hann hevði verið í útbroti saman við, nevniliga Troels Vinther (Riwal Platform), ið gjørdist nr. tvey og føroyska súkklaranum Torkil Veyhe (ColoQuick-Cult), ið gjørdist nummar trý. Emmanuel Macron. Emmanuel Jean-Michel Frédéric Macron (; føddur 21. desember 1977) er ein franskur politikari, ið hevur verið forseti Fraklands síðan 2017. Hann er útbúgvin heimspekingur. Frá 2008 til 2012 arbeiddi hann sum bankaráðgevi hjá Rotschild & Cie. Hann var ráðgevi hjá sitandi forsetanum François Hollande frá 2012 til 2014 og fíggjarmálaráðharri frá 2014 til 2016. Í 2007 giftist hann við Brigitte Trogneux, sum er lærari og 24 ár eldri enn hann. Oyrasund. Oyrasund er eitt sund millum Danmark og Svøríki. Oyrasundsbrúgvin bindir Svøríki saman við Danmark. Oyrasundskollegiið. Oyrasundskollegiið í Amager er nógv tað størsta kollegium í Danmark við út ímóti 2,000 íbúgvum, og helst er tað mest kenda millum føroyingar. Ógreitt er, hvussu nógvar føroyingar tú kanst hitta har, hildið verður, at talið er um 900 - tað er uml. ein triðingur av íbúgvunum, og svarar til fólkatalið í Hvalbiar kommunu. Tá søkt verður um kollegiupláss hava føroyingar stóran fyrimun, orsakað av tí stóru fjarstøðuni frá Danmark. Tess longri burtur ein býr, tess fremri kemur ein í bíðirøðini. Amager. Amager er ein oyggj í Danmark, sum liggur í Oyrasundi, sunnanfyri Keypmannahavn. Ein partur av Keypmannahavn er á Amager. Københavns Lufthavn liggur á Amager. Fleiri brúgvir knýta Amager saman við Sjælland. Arktisk Kommando. Arktisk Kommando, sum er samanleggingin av Færøernes Kommando og Grønlands Kommando hjá donsku Verjuni, hevur høvuðsstøð í Nuuk. Arktisk Kommando er eitt felags hernaðarvald, við beinleiðis tilvísing til donsku verjuleiðsluna. Høvuðssætið er í Nuuk, haðani ovastin fyri Arktisk Kommando kann búgva út og leiða herlið í Grønlandi og í Føroyum. Arktisk Kommando er eisini sambindingarlið og samskipari í samstarvinum millum Verjuna og staðbundnar myndugleikar í arktiska og norðuratlantiska økinum. Arktisk Kommando hevur umleið 85 starvsfólk, sum eru spjødd yvir eitt stórt landafrøðiligt øki, har tað røkir nógvar ymiskar uppgávur. Høvuðsuppgávan hjá Arktisk Kommando er hernaðarliga verjan av Grønlandi og Føroyum. Hóast ongin bráðfeingis ella ítøkilig hernaðarlig hóttan er móti Kongaríkinum, skal yvirvaldið tryggjast við eftirliti og varðhaldi í økinum. Afturat hernaðarligu uppgávunum verða ymsar aðrar samfelagsligar uppgávur eisini loystar, so sum fiskiveiðueftirlit, leiti- og bjargingartænasta, eftirlit við havumhvørvinum, dálkingarbasing og sjómátingar. Eftir tørvi verður stuðul eisini veittur til gransking og vísindaligar kanningar umframt hjálp og stuðul til lokalsamfelagið. Arktisk Kommando virkar sum bindilið í samstarvinum millum Verjuna og grønlendska sjálvstýrið, føroyska landsstýrið, Ríkisumboðsmannin í Grønlandi, Ríkisumboðsmannin í Føroyum umframt við fútan o.o. Danska verjan. Danska verjan hevur sum sítt høvuðsendamál, at hevda yvirvald Kongsríki Danmarkar og tryggjað tilveruna, sjálvræðisrættin og trygdina hjá Danmark. Hernaðarliga verjan er undir verjumálaráðharranum og verjumálaráðnum. Ovasta hernaðarliga stýrið er verjuovastin og verjuyvirmannaráðið. Tey, ið starvast í verjuni, eru fólk í føstum starvi og verjuskyldug. Ovastarnir hava sersjantar undir sær. Danska verjan er í trimum deildum: herurin, sjóverjan og loftverjan. Harumframt er heimaverja. Kríggið ímóti IS. Síðani 16. oktobur 2014 hevur danska verjan slept 356 bumbum tilsamans í 408 atgerðum móti IS. Donsku bumburnar eru neyvleikastýrdar. Hetta merkir, at tær vera stýrdar við GPS ella lasara. Donsku F-16 flogførini eru sjey í talið, og tilsamans eru 140 mans við í hernaðartiltakinum "Operation Inherent Resolve". Bartholomæus Kirkja. Bartholomæus Kirkja (italskt: "chiesa di san Bartolomeo") er ein kirkja í Marne av Filago í Lombardia, Italia. Kirkjan er frá umleið 12. øld. Kirkjan var umbygd og útbygd í 19. og 20. øld. Apsis frammi í kórinum varð umvælt millum 1984 og 1988. Maurizio Malvestiti, biskupur, varð doyptur í hesi kirkju. Hann gjørdist seinni biskupur í í tí katólsku kirkjuni í sóknini Lodi. Rassemblement National. Front National er ein høgra-víðgongdur flokkur í Fraklandi. Front National, sum er innflytarafíggindaligt og kritiskt mótvegis ES, hevur sambært "Reuters" millum annað økt sín stuðul vegna flóttafólkakreppuna, sum hevur plágað alt Evropa seinastu tíðina. Marine Le Pen er forkvinna fyri Front National. Faðir hennara, Jean-Marie le Pen stovnaði flokkin Front National í 1972. Marine Le Pen visti, at hon ongan kjans hevði at vinna, um hon og flokkur hennara vórðu skýrd víðgongd. Og m.a. tí valdi hon at koyra gamla pápa sín úr flokkinum í 2015, eftir at hann enn einaferð var komin við ógvuliga kontroversiellum útsøgnum. Hóast eina vaksandi undirtøku seinastu árini, hevur Front National bara eitt umboð í tjóðartinginum sum er í 2017. Í 2017 fekk Front National 33.9 % prosent av atkvøðunum á forsetavalinum. Front National hevur einaferð fyrr vunnið seg víðari til annað umfar í forsetavalinum. Hetta var í 2002 og var tað pápi Marine Le Pen – Jean-Marie Le Pen – sum dystaðist móti Jacques Chirac tá. Í fyrra umfarinum gekk tað heilt væl hjá Jean-Marie. Hann bleiv nr. 2 við 16,9 % av atkvøðunum, meðan Jacques Chirac bleiv nr. 1 við 19,9 % av atkvøðunum. ISO 8601. ISO 8601 er ein millumtjóða standardur fyri, hvussu tíðarfesting eigur at verða skrivað, so hon er eintýðug. Størri støddir koma altíð áðrenn smærri, og sum útgangsstøði verður dato skrivaður aaaa-mm-dd og klokkutíð hh:mm:ss. Dato og klokkutíð verða skild við T; loyvt er eisini at skilja við millumrúmi, um misskiljing ikki kann standast av hesum. Danmark hevur sett standardin í gildi sum DS/ISO 8601-1:2019. Sum dømi er 22. februar tann 53. dagurin í árinum. Og 22. februar 1966 var týsdagur (annar dagur) í áttandu viku av 1966. Dagurin kann tí eintýðugt verða skrivaður 1966-02-22, 1966-W08-2 og 1966-053. Er nóg mikið við viku, verður skrivað 1966-W08. Er nóg mikið við mánaði, verður skrivað 1966-02. Gongur árið fram av samanhanginum, kann vera nóg mikið at skriva datoin --02-22. Klokkutíð verður skrivað við tímum, minuttum og møguliga sekundum. Tíðarsona eigur at verða upplýst, uttan so at misskiljing er útilokað. Um veturin er høvuðstíðindasendingin í Útvarpinum á miðdegi kl. 12:20Z ella bara 12:20, um ongin misskiljing kann standast av at koyra Z burtur. Um summarið er høvuðstíðindasendingin í Útvarpinum á miðdegi kl. 12:20+01, 11:20Z ella, um misskiljing er útilokað, bara kl. 12:20. UEFA Europa League endaspæl 2016-17. UEFA Europa League endaspæl 2016-17 byrjaði hin 16. februar og endaði hin 24. mai 2017 við finaluni á Friends Arena í Solna, Svøríki har vinnarin av UEFA Europa League 2016-17 varð funnin. Tilsamans 32 lið luttóku í endaspælinum. Vejle Boldklub. Vejle Boldklub, stovnað í 1891, er ein danskur professionelt fótbóltsfelag úr Vejle. Felagið hevur vunnið danska meistaraheitið fimm ferðir og DBU Pokalen tittulin seks ferðir. Heimavøllurin hjá felagnum er í Vejle Stadion í Nørreskoven síðan 1922. Felagið hevur spælt í reyðum troyggjum síðan 1911. Hópurin. "Hópurin er dagførdur 11. mars 2017." Oyggjar í Danmark. Danmark er eitt oyggjaland. Í Danmark eru einar 500 smáar og stórar oyggjar, og á 78 oyggjum búgva fólk. Tær størstu oyggjarnar eru Sæland, Fjón, Lolland, Falster og Bornhólmur. Altjóða sáttmáli. Ein altjóða (ella millumtjóða) sáttmáli er ein altjóðarættarligur sáttmáli millum fullveldisríki. Eisini altjóða semingur, altjóða sátt, altjóða sáttur, altjóða sætt, altjóða semja, altjóða sáttarmáli, altjóða sáttarmál og altjóða sáttargerð. Fíggjarpolitikkur. Við fíggjarpolitikki ávirka politisku myndugleikarnir eftirspurningin í samfelagnum. Hetta kann annaðhvørt gerast við at broyta inntøkur ríkiskassans sum skatt og onnur avgjøld, ella við at broyta útreiðslurnar. Fullveldi. Einkarrættur at skipa lóggevandi vald, útinnandi vald og dømandi vald í einum umveldi, og einkarrættur at umboða umveldið í altjóða høpi. Fullveldisríki. Ríki við fullveldi. Altjóðarættarligur týdningur: rætturin at taka lut í altjóða samstarvi á jøvnum føti við onnur fullveldisríki. Handilsjavni. Handilsjavnin er ein partur av gjaldsjavnanum, og vísir munin millum innflutning og útflutning av vørum og tænastum. Heimarættur. Sama sum ríkisborgararættur. Heimarættur hevur eisini í føroyska orðaskiftinum verið nýtt í sammerking við svenska orðið hembygdsrätt, ið er ein skipan, sum gevur serrættindi til ávísan minniluta í ríkinum. Heimstaðarrættur. Serrættindi hjá borgarum í einum sjálvstýrandi ríkisluti. Dømi: "Hembygdsrätt" í Álandi. Loysing. Tað, at ein ríkislutur fer úr einum ríki. Løgdømi. Tað umveldið, har ein ávís lóggáva er galdandi. Miðveldi. Høvuðslandið í ríki við fleiri londum ella høvuðslandið í ríki við atlondum. Hjálandaveldi, tá talan er um eina hjálandastøðu. Í danska kongsríkinum er Danmark miðveldi mótvegis Føroyum og Grønlandi. Pengapolitikkur. Pengapolitikkur snýr seg um at tryggja ein javnan og støðugan búskaparvøkstur við at skapa tryggleika í penga- og fíggjarviðurskiftum. Pengapolitikkur verður rikin av einum óheftum aðalbanka. Amboðini eru t.d. áseting av rentu og ymiskar reglugerðir fyri fíggingarvirksemi. Tour des Fjords. Tour des Fjords (fyrr kent sum Rogaland Grand Prix fram til 2012) er ein vegsúkklukapping, ið verður fyriskipað hvørt ár í Noregi millum Stavanger og Bergen. Tour des Fjords 2017. Tour des Fjords 2017 var tann 5. útgávan av norsku súkklukappingini. Kappingin fór fram frá 24. til 28. mai 2017. Kappingin var ein partur av UCI Europe Tour 2017 og var flokkað sum 2.1 av UCI. Samlaði vinnarin av kappingini gjørdist norðmaðurin Edvald Boasson Hagen frá, ið eisini vann 3 av teimum fimm teinunum. Torkil Veyhe góð úrslit. Føroyski súkklarin Torkil Veyhe luttók eisini í kappingini og fekk sítt til tá størsta úrslit nakrantíð, tá talan er um UCI kappingar, tá ið hann var um reppið av vinna fjórða teinin, men endaði á 2. plássi, tá ið Boasson Hagen yvirhálaði hann stutt áðrenn málstrikuna. Torkil hevði verið í útbroti í fleiri tímar saman við Gijs Van Hoecke (LottoNL-Jumbo) og Kevin Van Melsen (Wanty-Groupe Gobert). Eftir 50 kilometrar høvdu teir 7 minuttir frástøðu til feltið, og Torkil var tá og ein stóran part av degnum virtuelt í føraratroyggjuni. Torkil vann eisini fleiri spurtir um fjallastigini. Torkil byrjaði eisini kappingina væl, tað eydnaðist honum at koma í eitt útbrot ið slapp avstað, og fýra av teimum hildu á heilt fram til málstrikuna. Torkil royndi at sleppa avstað frá hinum, tá ið 2 km vóru eftir, men tað eydnaðist ikki, og hann gjørdist nummar fýra. Torkil endaði samanlagt sum nummar 27 og sum nummar fýra í fjallakappingini og nummar fimm í stigkappingini. Tíðarfesting. Tíðarfesting kann vera dagfesting, klokkutíð ella bæði. Dagfesting. Á føroyskum skriva vit oftast dagfesting í raðfylgjuni dagur, mánaður og ár eins og í flestu londum í Vesturevropa. Hetta kann gerast upp á nógvar ymiskar mátar við tølum og teknum og við at skriva navnið á mánaðinum ella nummarið. Lutfalsliga nýggja siðvenjan at skriva 0 framman fyri 1-siffraðar dagar og mánaðir er ikki røtt sambært Dansk Sprognævn; men hetta er blivið so vanligt, at tvey dømi við hesum eru víst í listanum til høgru. Til ber eisini at skriva í raðfylgjuni ár, mánaður og dagur, og tá eigur hetta at vera við 4-siffraðum ári og 2-siffraðum mánaði og degi við bindistriku ímillum, aaaa-mm-dd, ella uttan tekn ímillum, sí stykkið um ISO 8601. Aðrar raðfylgjur, sum t.d. tann amerikanska við mánaði, degi og ári, eiga ikki at verða brúktar. Klokkutíð. Til ber at býta døgnið upp í 24 tímar ella 2 ferðir 12 tímar. Tað fyrra verður mest brúkt á skrift og í formellum máli; tað seinna mest í talumáli og óformellum máli. Gerandisdagar eru tíðindini í Útvarpinum tíggju minuttir í hálvgum eitt (um middagsleiti). Fyrr bleiv hetta ofta skrivað 1220, í dag er standardurin sambært Dansk Sprognævn 12.20 og sambært Dansk Standard og ISO 12:20. Tá vit lesa klokkutíð, sum er skrivað formelt eftir 24 tíma klokku, gera vit sjálvi av, um vit gera hana um til 12 tíma klokku. 19:10 kann verða lisið "nítjan tíggju", "tíggju minuttir yvir sjey" ella, um neyðugt, " tíggju minuttir yvir sjey á kvøldi". Illa ber til at brúka óformelt mál um klokkutíð við bæði tímum, minuttum og sekundum. 19:10:25 verður vanliga lisið "nítjan tíggju fimm og tjúgu". ISO 8601. Eftir millumtjóða standardinum ISO 8601 verða størri eindir altíð skrivaðar áðrenn smærri, og sum útgangsstøði verður dato skrivaður aaaa-mm-dd og klokkutíð hh:mm:ss. Dato og klokkutíð verða skild við T. Eftir klokkutíðina eigur tíðarsona at verða upplýst, uttan so, at misskiljing er útilokað. Teknirøð. Ein teknirøð er sett saman av minst tveimum myndum, sum hanga saman og fortelja eina frameftirgangandandi søgu. Líknandi listagreinir. Teknirøðir hava nógv felags við skemtitekningar og við teknifilmar, og nógv listarfólk fáast við meir enn eina av hesum listagreinum. T.d. hevur kendi skemtiteknarin Óli Petersen eisini gjørt fleiri teknirøðir. IHF Emerging Nations Championship. IHF Emerging Nations Championship er ein hondbóltskapping fyri menn, ið hevur verið fyriskipað av International Handball Federation síðan 2015. Kappingin er fyri tær lægst rataðu hondbóltstjóðirnar. Tann fyrsta útgávan varð hildin í Kosovo frá 20. til 26. juni 2015. Londini ið luttaka eru partar av fýra ára ætlan hjá EHF og eru tey hægst rataðu londini, ið ikki megnaðu at kvalifisera seg til HM í hondbólti 2015. Leikarar í aldursbólkinum 16 til 30 kunnu luttaka í kappingini, tó kunnu bert 4 leikarar vera eldri enn 24 ár. Føroyar hava vunnið báðar tær fyrstu kappingarnar, í 2015 og 2017. DM í vegsúkklukapping 2017. DM í vegsúkklukapping 2017 varð hildið frá 22. – 25 juni 2017, í Grindsted, Suðurjútland. Kappingarnar fyri U23 vórðu hildnar 13. og 14. mai í Kerteminde á Fyn. DM í vegsúkklukapping. DM í vegsúkklukapping varð stovnað í 1987 og verður fyriskipað í juni fyri tey vaksnu og í mai fyri juniorar og U23. DM í einkultstarti. DM í einkultstarti ella danmarkarmeistaraskapurin í einkultstarti er ein súkklukapping í Danmark, har ið funnið verður fram til tey ið eru skjótast til at koyra einkultstart á súkklu, tvs. tíðarkoyring. DM í einkultstarti varð fyrstu ferð hildin í 1995 og hevur verið hildin hvørt ár síðan. Kappingin er ein partur av DM í vegsúkklukapping og verður hildin í juni fyri tey vaksnu. Súkkling á Oyggjaleikum 2013. Súkkling á Oyggjaleikum 2013 fóru fram á oynni Bermuda. Kappingarnar vóru fyriskipaðar frá 14. til 18. juli 2013. Oyggjaleikir 2017. XVII (17.) Oyggjaleikir vórðu hildnir á Gotland í døgunum 24. juni til 30. juni 2017. Omanfyri 3000 ítróttarfólk úr 23 oyggjasamfeløgum kappaðust í 14 ítróttargreinum. Luttakandi oyggjar og oyggjalond. 23 oyggjar og oyggjalond luttóku á Oyggjaleikum 2017. Oyggjarnar eru úr Evropa, Suðuratlantarhavinum og úr Karibiska havinum. Rhodos ætlaði upprunaliga at vera við, men hin 31. mai 2017 boðaðu tey frá, at tey ikki kundu luttaka orsakað av fíggjarstøðu Grikkalands.. Ítróttagreinar. "Tølini í klombrum vísa tal av heiðursmerkjum fyri hvørja ítróttagrein." Keldur. 2017 Jana Bjartalíð Thomsen. Jana Bjartalíð Thomsen (fødd 2000 í Klaksvík) er ein føroyskur svimjari, ið svimur fyri Ægir og Føroyar. Hon hevur vunnið fleiri FM heitið og sett føroysk met í 200 metrar firvald á langgeil. Hon hevur vunnið gull á Oyggjaleikum 2017 í 100 m firvald. Dávur Magnussen. Dávur Magnussen (føddur 28. februar 1995) er ein føroyskur súkklari, ið súkklar fyri danska DCU felagið Team O.B. Wiik - DanStillads og fyri Føroyar. Hann vann silvur í vegsúkklukappingini á Oyggjaleikum 2017 á Gotlandi, umframt at føroyska liðið vann bronsu í liðkappingunum í tíðarkoyring og í vegsúkklingini. Hann var eisini partur av liðnum, ið vann bronsuheiðursmerki á Oyggjaleikum 2015 í liðkappingini í tíðarkoyringini. Einkultstartur á Oyggjaleikum 2019 á Girbraltar Napoleon Mortensen. Napoleon Mortensen, eisini kendur sum Bassin, (føddur 22. februar 1908 í Vági), varð føroyskur tónleikari og sangskrivari. Hann gjørdi eitt nú orð og lag til sangin "Vágsbygd, Mín Heimbygd". Bassin var eisini virkin innan ítrótt, hann var m.a. nevndarlimur í Vágs Bóltfelag í 1950-árunum. Hann er pápi Jákup Mortensen, sum spældi við Red Boys. The Islanders. The Islanders varð ein føroyskur bólkur í 60'unum. Teir spældu við til fyrstu upptøkuna av sanginum "Rósan", sum Jákup Mortensen (Jákup hjá bassanum) hevði gjørt orð og lag til. Robert McBirnie innsang sangin og upptøkan fór fram í útvarpinum á Bryggjubakka, 1968. Føroyar á Oyggjaleikum 2017. Føroyar luttóku á fleiri ítróttagreinum á Oyggjaleikum 2017 og vunnu 87 heiðursmerki, harav vóru 30 gull, og endaðu á øðrumplássi, næst eftir Isle of Man. Flogbóltur. Kvinnulandsliðið í flogbólti luttók ikki á Oyggjaleikum 2017. Manslandsliðið luttók, teir gjørdist nummar trý og vunnu harvið bronsu. Golf. Føroyar luttóku í golf á Oyggjaleikunum á Gotlandi. Føroyingarnir vunnu onki heiðursmerki í golf. Kurvabóltur. Føroyar luttóku við einum mansliðið í kurvabólti. Teir vunnu ikki nakað heiðursmerki. Svimjing. Føroyar vunnu kappingina um flest gull heiðursmerki á Oyggjaleikum 2017. Føroyar fingu 15 gull, 10 silvur og 10 bronsuheiðursmerki. Fyrsta dagin vóru føroyskir svimjarar við í 9 av 11 kappingum, og fingu heiðursmerki í øllum. Annan dagin vunnu føroysku svimjararnir níggju heiðursmerki í teimum 11 finalunum, harav vóru fýra gull. Tennis. Føroyar luttóku í tennis á Oygjaleikum 2017. Føroyar vunnu onki heiðursmerki í tennis. Bogaskjóting á Oyggjaleikum 2017. Bogaskjóting á Oyggjaleikum 2017, varð hildið í Rävhagen, Visby, Gotland, Svøríki í juni 2017. Iman Meskini. Iman Meskini (fødd 8. mars 1997) er ein norskur sjónleikari. Hon er kend frá norsku sjónvarpsrøðini Skam. Saint Brélade. Saint Brélade er ein kommuna í Jersey. Kommunan hevur 10 568 íbúgvar (2011). Frælsur ítróttur á Oyggjaleikum 2017. Frælsur ítróttur á Oyggjaleikum 2017, varð hildið í Gutavallen, Visby, Gotland, Svøríki í juni 2017. EM í vegsúkkling 2017. EM í vegsúkkling 2017 verður tann 23. evropeiski súkklumeistaraskapurin, ið verður hildin frá 2. til 6. august 2017 í Herning, Danmark. Føroyingurin Torkil Veyhe luttekur á danska elituliðnum hjá monnum í vegsúkkklukappingini. Betty Faria. Elisabeth Maria Silva de Faria (fødd 8. mai 1941 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Súkkling á Oyggjaleikum 2017. Súkkling, á Oyggjaleikum 2017, fór fram í Visby, har kappingar við fjallasúkklum vóru hildnar á Östergravar, Visby, Gotland, Svøríki í 2017. Mammoth Lakes. Mammoth Lakes er ein býur í Kalifornia, USA. Býurin liggur 2402 m oman fyri sjógvin, hægst liggjandi býur í Kalifornia. Í Mammoth Lakes búgva ikki nógv fólk, uml. 8000 eru skrásett, men nógvir turistar vitja býin, tí hann er søguligur. Serliga er hann kendur fyri sínar silvurminur. Í Mammoth Lakes eru fjøll sum eru 2743 m høg. First Hate. First Hate er ein danskur tónleikabólkur frá Keypmannahavn. Gramm (eind). í meturskipanini og SI-skipanini er gramm er eind fyri massa, eisini nevnt nøgd; symbolið er g. Upprunaliga var 1 g definerað sum massin av 1 cm3 av vatni við 4 °C. Seinni er definitiónin broytt, men 1 cm3 av vatni við 4 °C hevur framvegis massan 1 g. Í meturskipanini var gramm ikki bara ein vanlig eind, hetta var ein grundeind. I SI-skipanini er grundeindin fyr massa kilogramm, har 1 kg = 1000 g. Hummari. Hummarin heldur til á botni og etur ræ og djóraleivdir. Á aðrari bitklónni eru harðir nabbar. Á hinari klónni eru tindar at skræða fongin. Hummara (frøðiheiti: "Nephropidae") finnur tú inni í firðunum, har tað er mórubotnur og heldur djúpt. Hann grevur sær holur í mórubotnin og etur slangustjørnur, men eisini krabbadýr, skeljadýr, ormar og onnur smá botndýr. Størstu hummarar verða einar 60 cm langir og kunnu gerast 70 ára gamlir. Kalldýrið verður størri enn kvenndýrið. Á framkroppinum eru 5 pør av beinum. Trý tey fremstu pørini hava bitklógv. Afturkroppurin er í 7 liðum. Aftasti liður eitur sundbløkan. Tá ið hummarin svimur, slær hann sundbløkuna upp undir seg og fer so av stað aftureftir. Hummari skiftir ham eins og krabbi. Tá ið hann er ungur, skiftir hummarin ham fleiri ferðir um árið. Seinni skiftir hann bara annaðhvørt ár. Fyrst skrædnar skelin á bakinum, og dýrið krýpur úr haminum. Fyrstu tíðina eftir hamskiftið er jomfrúhummarin illa fyri. Hann fær ikki staðið á beinunum og fær heldur ikki nýtt nakra klógv at verja seg við. Tí noyðist hann at krógva seg í móruni á havbotninum. Tað má hann gera í 5-­7 vikur til hann hevur fingið nýggjan ham. Um jomfrúhummari missir ein lið ella lim, so vaksa teir aftur. Taskukrabbi. Taskukrabbi (frøðiheiti: "Cancer pagurus") er størsta krabbaslagið undir Føroyum. Taskukrabbin verður einar 40 cm breiður. Ryggskelin kann mála heili 30 cm, og taskukrabbin kann viga upp í 7 kilo. Hann verður nógv veiddur til matna. Taskukrabbi er eyðkendur við sínum svørtu bitklóm. Taskukrabbi livir á sandi og mórubotni av heilt grunnum vatni niður á 100 m dýpi. Taskukrabbi veiðir um náttina og brúkar millum annað hárini á beinunum at tevja seg fram til fongin. Hann etur onnur krabbadýr og skeljar. Skeljarnar knúsar hann lættliga við sterku bitklónum. Hjá okkum er lítið til av honum. Taskukrabbi er tó vorðin alt vanligari í Føroyum seinastu árini. Fjørukrabbi. Fjørukrabbi (frøðiheiti: "Carcinus maenas") er vanligasti krabbin í taraskóginum fram við landi. Um dagin situr hann oftast og krógvar seg undir steinum. Um náttina fer hann úr taraskóginum og upp í flóðar málan at leita sær føði. Hann etur næstan alt, sum hann fær fatur á og kann enntá fanga kombikk við bitklónum. Krabbi brúkar hárini á beinunum og bitklónum at tevja við og til at finna fram til fongin. Fjørukrabbi verður 5-­6 cm breiður um skelina og kann vera reydligur, brúnligur, grøn­ligur ella gráligur á liti. Hann skiftir ham, tá ið hann veksur. Nýggja skelin er bleyt at byrja við. Hann krógvar seg, til nýggja skelin er vorðin hørð. Missir fjørukrabbi eina bitklógv, veksur hon aftur. Rækja. Rækja er tvíkynjað, t.v.s. at hon er bæði hon og hann. 2-4 tey fyrstu árini av lívi sínum er rækja kalldýr, men broytist síðan til kvenndýr. Rækja livir á botni og er at finna víða um bæði í feskum vatni og í sjógvi. Rækjur í feskum vatni kunnu gerast upp í 35 cm langar, og tær í sjónum verða heldur minni. Á liti eru rækjur eisini rættiliga ymiskar. Summar eru gjøgnumskygdar, aðrar grá-brúnar ella reyðar, og summar hava mynstur. Rækja hevur langan kropp og tveir stórar kampar á høvdinum. Hon hevur long og kløn bein at ganga á, og á afturkroppinum sterk bein at svimja við. Hon hevur tunna skel og ein tein í pannuni. Teinurin er oftast sag-tentur. Grønlandsrækja er á 50-500 m dýpi í norðara parti í Atlantshavinum og Kyrrahavinum. Hon er reyð, hevur ein langan tein í pannuni og verður um 16 cm long. Grønlandsrækja hevur stóran vinnuligan týdning. Fleiri hundraðtúsund tons verða fiskað árliga. Undir Føroyum er eitt slag, sum er í ætt við grønlandsrækju. Hon eitur reyðrípurækja og sæst eisini inni á grunnum vatni inni við land. Lúsakrabbi. Lúsakrabbi ("Hyas araneus") livir á størri dýpi enn vanligi fjørukrabbin. Lúsakrabbi hylur seg við at pynta seg við tara. Hann tekur leys tara­ petti við bitklónum og setur tey upp á skelina. Á skelini eru smáar bustir við króki á, sum halda tarapettunum føstum. Tarin fer at vaksa og festir seg. Lúsakrabbi heldur til, har nógvur krossfiskur er. Vilt tú vita kynið á krabba, skalt tú hyggja undir afturkroppin á honum. Er halin spískur, er tað eitt kalldýr. Er hann rundur, er tað eitt kvenndýr. Munurin kemst av, at honin ber eggini undir halanum. Breiðari halin er, jú fleiri egg fær hon bori. Gággukrabbi. Gággukrabbin ("Pagurus bernhardus") er tann vanligasti krabbagágga í Evropa. Framkroppurin á gággukrabba er sum á hummara. Aftur­kroppurin er bleytur og er altíð inni í gágguskelini. Sum krabbin veksur, verður gágguskelin ov lítil. So fer hann úr gágguskelini at leita sær eftir størri skel. Hesa tíðina er krabbin góður fongur hjá fiski og tí í stórum vanda. Á gággukrabba vaksa ofta nógvar margføtlur. Fjaðragrúkur. Fjaðragrúkur (frøðiheiti: "Coryphoblennius galerita") er í ætt við tarabrosmu og heldur vanliga til í taraskóginum út á umleið 20 m. dýpi. Hann verður umleið 20 cm langur og hevur eyðkendar reyðgular fjaðrar millum eyguni og aftur móti ryggfjøðurini. Eyðkendu fjaðrarnar verða eyka stórar um heystið, beint áðrenn fiskarnir gýta. Serliga hjá eldru kallfiskunum kunnu fjaðrarnir gerast so langar, at teir hanga niður við síðuna á fiskinum. Fjaðragrúkur heldur mest til millum steinar og í sprungum í klettum, har hann liggur og hvílur á botni. Fjaðragrúkur er staðfastur og ofta liva pør saman í somu klettasprungu í fleiri ár. Fjaðragrúkur etur ymisk ryggleys dýr t.d. smá krabbadýr, lindýr og bustmaðkar. Hornabrosma. Hornabrosma (frøðiheiti: "Ciliata mustela") er vanliga í fjøruni í taranum og sjáldan djúpri enn 20 m. Hon er vanliga um 25 cm long, men verður tó upp í 45 cm. 6 sløg av hornabrosmu eru undir Føroyum. Hornabrosmur eru langar og eitt sindur tjúkkar. Umframt finnuna á lippuni hava hornabrosmur horn á gronini, millum 2 til 4 horn. Tað eru hesi hornini, sum hava givið henni navnið. Blettuta hornabrosma er størsta hornabrosman. Hon verður upp í 60 cm long, men tann størsta, sum er veidd undir Føroyum, var tó minni og var 45 cm long. Blettuta hornabrosman er eisini at finna í fjøruni og út á 130 m dýpi. Hvítingur. Hvítingur (frøðiheiti: "Merlangius merlangus") er mest á sjálvum landgrunninum. Hann gýtir eini 150.000­-1.000.000 rogn­korn. Fyrstu tíðina eru larvurnar nær botninum, men seinni fara tær longri upp í sjógvin. Hvítingur etur krabbadýr og fisk, eitt nú nebbasild, hvítingsbróður og sild. Hann hevur langan kjaft og fleiri tanngarðar við spískum tonnum, sum eru góðar at halda einum fiski, ið ger um seg. Hvítingur verður um 20 ára gamal. Skøta. Skøtur (frøðiheiti: "Dipturus batis") eru nær í ætt við háv, tí bæði eru bróskfiskar. Skøtur eru flatar, hava spíska gron og ein langan hala, sum er settur við píkum. Undir Føroyum eru skøtur bara í sjónum, men aðrastaðni eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í ósum. Naglaskøta verður 120 cm long. Hon er rættiliga sprøklut. Oman eftir bakinum og á halanum hevur hon stórar píkar. Píkarnir eru ikki eitrandi, men kunnu tó stinga og skaða. Í Føroyum er skøta ikki vanligur matur. Rognkelsi. Rognkelsi (frøðiheiti: "Cyclopteridae") er ógvuliga klumput í útsjónd og líkist ikki øðrum fiski ið liva kring Føroyar. Í staðin fyri búkfjaðrar hevur rognkelsi eina soguskál undir búkinum. Í gýtingini í mars verður kallfiskurin næstan svartur um bakið og reyðbrúnur um búkin. Rognkelsi kemur inn á grunt vatn at gýta. Eins og hjá smá­fiskinum í taranum, ansar kallfiskurin rognkorninum. Kvennfiskurin gýtir fleiri túsund egg í eina stóra rúgvu, sum kallfiskurin síðan verjir. Eggjarúgvan kann liggja so ovarlaga í sjónum, at hon flýtur upp í vatnskorpuna. Kortini heldur kallfiskurin vakt og endar tí mangan við at verða etin av fugli. Rognkelsi verður innan alivinnuna í Føroyum nýttur til tess at minka um tali av lúsum á aldum laksi. Rognkelsi dámar væl lús og riggar tí væl at seta í aliringar saman við laksunum. Tað hevur víst seg, at ikki øll rognkelsi eta nógvar lýs, og tí verða royndir gjørdar við at ala fram rognkelsi ið eta nógvar laksalýs. Carl Theodor Zahle. Carl Theodor Zahle (f. 19. januar 1866 í Roskilde, d. 3. februar 1946 i Keypmannahavn) var danskur løgfrøðingur og politikari. Hann var forsætisráðharri tíðarskeiðini 1909-10 og 1913-1920. Í 1890 arbeiddi hann sum ritstjóri á Aarhus Amtstidende og Politiken. Í 1895 fór han upp í politikk. Sama ár var hann við til at stovna Venstrereformpartiet, og í 1905 var hann ein av stovnarunum av Radikale Venstre. Roger Casement. Roger David Casement (1. september 1864 – 3. august 1916) var írskur diplomatur, mannarættinda stríðsmaður, tjóðskaparmaður og yrkjari. Hann er serliga kendur fyri sínar kanningar av mannarættindum í m.a. Kongo. Frá 1891 til 1913 var hann bretskur konsul í ymsum afrikonskum londum og í Brasil. Í 1911 varð hann sligin til riddara og fekk tittulin "sir" knýttan at navninum. Hann misti hendan tittul eftir, at hann varð dømdur og avrættaður sum landasvíkjari, tí hann undir 1. heimsbardaga royndi at fáa týskarar at hjálpa írum at loysa frá Stóra Bretlandi. Otto von Bismarck. Otto Eduard Leopold von Bismarck-Schönhausen (føddur 1. apríl 1815 í Schönhausen, deyður 30. juli 1898 í Friedrichsruh) var týskur aðalsmaður og konservativur poitikari. Frá 1871 til 1890 var hann tann fyrsti ríkiskanslari í týska keisaraveldinum, og hevði hann avgerandi týdning fyri, at hetta gjørdist eitt sterkt veldið. Marie Antoinette. Marie Antoinette, doypt Maria Antonia Josepha Johanna (f. 2. november 1755 – 16. oktober 1793), var av eysturríkskari aðalsætt. Í 1770 giftist hon franska trúnarvinginum, Louis-Auguste, sum í 1774 gjørdist franskur kongur undir navninum Ludvík 16. Marie Antoinette var drotning í Fraklandi frá 1774 til 1792, tá ið Ludvík 16. varð koyrdur frá undir fronsku kollveltingini. Hon varð avrættað við falløks í 1793. Marie Antoinette, var ung, vøkur og sjarmerandi, og tí var hon eisini væl dámd, tá ið hon kom til Fraklands, men tað broyttist skjótt. Hon gjørdist illa dámd og var millum annað skýrd at hava mong tilvildarlig kynslig sambond. Peter Christen Asbjørnsen. Peter Christen Asbjørnsen (f. 15. januar 1812 í Oslo, d. 5. januar 1885 í Oslo) var norskur rithøvundur, náttúrufrøðingur, fólkaminnissavnari og útgevari. Hann gav út Norske huldreeventyr og folkesagn i tveimum bindum, og samarbeiddi við Jørgen Moe um fólkaævintýrini. Jørgen Moe. Jørgen Engebretsen Moe (f. 22. apríl 1813, d. 27. mars 1882) var norskur prestur og rithøvundur. Eftir nøkur ár sum hjálparprestur arbeiddi hann sum sóknarprestur. Hann er best kendur sum onnur hálvan av Asbjørnsen og Moe. Saman savnaðu og góvu teir út nógv flest norsk ævintýr. Peter Christen Asbjørnsen dámdi best tey stuttu og stuttligu ævintýrini, meðan Jørgen Moe dámdi betur tey alvárligu ævintýrini og halgisøgur. Andrew Johnson. Andrew Johnson (f. 29. desember 1808 í Raleigh, Norðurcarolina – d. 31. juli 1875 í Elizabethton, Tennessee) var 17. forseti í USA frá 1865 til 1869. Hann stillaði upp sum varaforseti saman við Abraham Lincoln til forsetavalið í 1864. Lincoln, ið verður mettur sum stovnarin av Republikanska Flokkinum, valdi til forsetavalið í 1864 at biðja ein demokrat stilla upp saman við sær. Lincoln og Andrew Johnson vunnu forsetavalið, og byrjaði næsta forsetavalskeið hjá Abraham Lincoln tann 4. mars 1865. Men Lincoln fekk einans 42 dagar í forsetasessinum í øðrum valskeiði, tí hann bleiv myrdur longu tann 15. apríl hetta árið. Og hetta merkti samstundis, at demokraturin Andrew Johnson bleiv forseti restina av valskeiðinum. Andrew Johnson bleiv við ríkisrættarmáli ákærdur fyri at bróta serligu lógina um uppsøgn av embætismonnum. Lógin skuldi tryggja, at Johnson ikki koyrdi sínar ráðharrar úr starvi, uttan at Senatið hevði góðkent uppsagnirnar fyrst. Lógin bleiv sett í gildi í 1867, og var hon beinleiðis gjørd fyri at verja tásitandi krígsmálaráðharran í USA, Edwin Stanton. Krígsmálaráðharrin var republikanari og var upprunaliga tilnevndur av Lincoln, sum eisini var republikanari. Men nú demokraturin Andrew Johnson hevði tikið yvir forsetaembætið eftir deyða Lincolns, metti Kongressin - sum hevði stóran republikanskan meiriluta - at serliga verja ráðharrarnar í stjórnini, sum Andrew Johnson hevði arvað frá Lincoln. 11 ymiskar ákærur blivu samtyktar í Umboðsmannatinginum og sendar til Senatið í ríkisrættarmálinum. Senatið tá í tíðini hevði 54 senatorar í alt, so 36 av teimum skuldu atkvøða fyri ákærunum. Tríggjar reisur bleiv atkvøtt, men hvørja ferð bleiv úrslitið 19 ósekur móti 35 sekur. Harvið bleiv Johnson ikki dømdur í ríkisrættarmálinum og kundi halda fram sum forseti. Longa. Longa (frøðiheiti, latín: "Molva molva") verður upp í 2 m. long. Smáar longur eru mest á grunn­ um vatni, um 30 m. Tær stóru eru at finna niður á 600 m. Longa er toskafiskur og hevur grunn­ nøs eins og toskur og hýsa. Grunn­nøsin er finnan, sum situr á lippuni á toskafiski. Hon er botnfiskur. Longa er virðismikil fiskur og verður nógv veidd. Longa er kraddutur og glúpskur fiskur við stórum kjafti og sterkum tonnum. Føðin er serliga toskur, hýsa, sild, hvítings­ bróðir, svartkjaftur, men hon tekur eisini krossfisk, krabba­dýr, hummara og høgguslokk. Longa er bæði á landgrunninum og við bankarnar vestanfyri. Annars úr vestara parti av Barentshavinum, undir Íslandi, kring Bretsku Oyggjarnar, í Norðsjónum, Skagerrak og Kattegat til norðara arm á Biskeiavíkini. Skrubba. Skrubba (frøðiheiti/latín: "Limanda limanda") er á grunnum vatni og út á 150 m dýpi. Hon tekur lit eftir botninum, og kann vera alt frá ljósabrún til svørt­grá um bakið. Ofta hevur hon eisini gular blettir á bakinum. Skrubba leitar oftast eftir føði um náttina. Um dagin grevur hon seg niður í sandin. Skrubba og ósaskrubba minna nógv um hvør aðra. Skrubba hevur tó eina nógv bogaða striku og ongan beinkamb aftur frá eyganum. Skrubba verður upp í 42 cm long, sjáldan størri enn 35 cm. Skrubba er høgravendur flatfiskur. Hon hevur eina langa ryggfjøður frá mitt yvir vinstra eyga aftur til klingruna, eina langa gotfjøður frá gotinum til klingruna. Hon hevur stóran stert, smáar búkfjaðrar og smáar uggafjaðrar og pík við gotið. Hon hevur lítið høvd og lítlan kjaft, smáar roðslur, eitt sindur hvøss at føla eftir bakinum. Strikan gongur í stóran boga uppi yvir uggafjøðurini. Skrubba er undir Føroyum og Íslandi, í Hvítahavinum, vestur og suður við Noregsstrondini suður í syðra part av Eystarasalti. Hon er í Norðsjónum, kring Bretsku Oyggjarnar til Biskeia. Strentingur. Strentingur (frøðiheiti/latín: "Spinachia spinachia") verður upp í 22 cm langur. Undir Føroyum verður hann neyvan størri enn 16,5 cm. Strentingur er inni við land, í taranum. Eftir umstøðunum er hann brúnligur ella grønligur. Dimmar tvørstrikur eftir síðunum. Hann er grønhvítur undir búkinum. Strentingur hevur ikki vinnuligan týdning. Strentingur er langur og klænur, tjúkkastur við gotið. Frá eygunum út í gronina er umleið tað sama sum hæddin á kroppinum, har hann er hægstur. Gotfjøðurin situr mest sum beint undir ryggfjøðurini, og fjaðrarnar eru nærum eins til støddar. Sporlið er heilt klænt og endar í einum lítlum, avrundaðum sterti. Á bakinum eru 14-17 týðiligir og spískir píkar frá ryggfjøðurini fram móti nakkanum. Ein píkur er beint framman fyri gotfjøðurina, og búkfjaðrarnar eru smáar og hava ein lítlan pík. Høvdið er langt og spískt. Kjafturin er lítil, upprendur. Hann hevur undirbit. Bæði kombikk og strentingur lokka fleiri honir til reiðrið hjá sær at gýta, men hjá strentingi doyr kvennfiskurin tó eftir, at hon hevur gýtt. 2­4 vikur seinni, tá ið eggini eru klakt, doyr kallfiskurin eisini. Strentingur fær sostatt einans avkom eina ferð í sínum lívi. Strentingur er frá Bretagne um Bretsku Oyggjarnar til Føroya. Frá Tromsø suður til Danmarkar og inn í Eystarasalt. Tarabrosma. Tarabrosma (frøðiheiti, latín: "Pholis gunnellus") livir, sum navnið sigur, í taranum. Hon hevur ymsar litir, alt eftir hvar hon livir, tó er hon oftast mynstrut brún og gul. Hon hevur 9­-13 eyð­kendar døkkar blettir við ljós­um kanti aftur eftir bakinum. Sum onnur fiskasløg í taranum ansar tarabrosma væl eftir yngli sínum, og bæði kallfiskurin og kvennfiskurin ansar eftir tí. Tá ið tarabrosma er liðug at gýta, ringir honin seg saman um eggini at verja tey. Kallfiskurin hjálpir til. Síðan skiftast fiskarnir um at ringja seg um eggini og verja tey, til tey eru klakt. Tarabrosma verður upp í 30 cm long, men er sjáldan longri enn 20 cm. Tarabrosma er vanlig undir Føroyum, er annars við eysturstrond Norðuramerika frá Massachusetts til Labrador. Hon er undir Suður- og Vesturgrønlandi, Íslandi, Jan Mayen, Svalbarði, í Hvítahavinum og suður við Noregsstrondini. Í Eystarasalti, donskum sjógvi, frá Norðsjónum til Biskeiavíkina, og kring Bretsku Oyggjarnar. Erla kongsdóttir. Erla kongsdóttir (frøðiheiti: "Motacilla alba") er lítið spurvaslag við longum veli. Hon flýgur dandandi, og tá ið hon situr, nikkar hon við høvdinum og slettir alla tíðina velið upp og niður. Hon rennur skjótt og veiðir flugur bæði niðri í fjøruni og uppi í luftini. Erlur eru vanliga einsamallar ella í smáum flokkum. Tær halda mest til við áir og við sjóvarmálan, har tær eisini hava reiður. Bara eini 10-20 pør eiga í Føroyum. Erlur halda ofta til niðri í fjøruni, tá ið bútíðin er av. Um veturin eru tær í Afrika. Erla kongsdóttir kemur um somu tíð sum steinstólpan, og hon hevur longri vegin, tí hon er sunnari í Afrika um veturin. Hon er vakur og snotiligur fuglur. Nakkin og velið eru svørt, pannan og vangarnir og búkurin hvít, kápan reinlitt grá; hálsurin og bringan og veingirnir eru svørt og hvít. Páfuglur. Páfuglur (frøðiheiti, latín: "Pavo cristatus") livir villur í India; og haðani er hann førdur um alt Evropa, tí hann er so sjaldsama vakur, bláur á bringuni, grønur og reyður á bakinum; vakrast er tó hitt avbara stóra velið, sum hevur nógvar litir. PostNord Danmark Rundt 2017. Danmark Rundt 2017 (ella PostNord Danmark Rundt 2017 vegna sponsornavn) var tann 27. útgávan av súkklukappingini Danmark Rundt, ið varð koyrd frá 12. - til 16. september 2017. Tann 760 km langa kappingin hevði fimm teinar, ið vórðu súkklaðir í fimm dagar, tó varð 2. teinur avlýstur vegna veður, eftir at súkkararnir høvdu súkkla umleið 100 km í nógvum regni og hørðum vindi. Kappingin byrjaði á Frederiksberg í Keypmannahavn og endaði í Aarhus. Kappingin plagdi annars at byrja í Jútlandi og enda á Frederiksberg, men eftirsum at Aarhus var mentanarhøvuðsstaður í Evropa í 2017, høvdu tey valt at venda kappingini, soleiðis at málið varð í Aarhus í staðin. Føroyski súkklarin Torkil Veyhe var ein av luttakarunum, hann gjørdist nummar 9 á 4. teini, ið var einkultstartur, og kom tá samanlagt á eitt 6. pláss, ið hann megnaði at varveita á síðsta teinum. Nummar eitt, tvey og trý vóru allir danir. Mads Pedersen frá Trek-Segafredo vann kappingina, nummar tvey gjørdist vinnarin frá árinum fyri, Michael Valgren frá Astana, nummar trý gjørdist Casper Pedersen frá Giant-Castelli. Nicolai Brøchner frá Riwal Platform vann fjallakappingina og Mads Pedersen vann ungdómskappingina. Super Mario. Super Mario er ein kend røð av telduspølum frá Nintendo. Tann italski rørleggjarin varð fyrstu ferð sæddur í spælinum Donkey Kong í 1981. Men fýra ár aftaná Donkey Kong, í 1985, fóru Mario og beiggi hansara, Luigi, fyrsta ferð út at bjarga prinsessuni frá skálkinum Bowser, ella King Koopa, ið hann eisini verður nevndur. Spælið bleiv sera væl móttikið, og hevur selt meira enn eina hálva milliard eintøk. Ein rúgva av nýggjum Super Mario spølum eru komin síðani, og ikki minni enn trý koma bara í 2017. Tetris. Tetris bleiv til í Sovjetsamveldinum í 1964, og var tað fyrsta telduspælið, ið bleiv flutt úr Sovjetsamveldinum til Vesturheimin. Tað kom út til Commodore 64 og teldur, men tað var á Nintendo Game Boy, at Tetris veruliga bleiv eitt hitt. Telduspælið skal hava selt meira enn eina hálva milliard eintøk. Seyðabyrsa. Seyðabyrsa verður nýtt, tá seyður skal flettast. Við seyðabyrsuni fær seyðurin eitt slag í pannuna, so hann verður doyvdur. Lýsingarorð. Lýsingarorð, eru orð ið lýsa ein persón ella ein lut. Sum t.d. "hundurin er svartur", "húsið er blátt og hvítt". Lýsingarorð bendast í tølum, føllum og kynum. Ólavur Trygvason. Ólavur Trygvason (uml. 960 - 9. september 1000) var kongur av Noreg í tíðarskeiðnum 995 til 1000. Ólavur var sonur Trygva Ólavson, kongur av Viken, og langabbasonur Harald Hárfagra. Ólavur Trygvason vaks upp í útlegd í Russlandi. Eftir nøkur ár í víkingi varð hann doyptur í Onglandi í 994, árið fyri, at han kom til Noregs at gera krav upp á kongsvaldið. Tróndur tóku hann til kong á Oyrartingi, og seinni varð hann viðurkendur sum kongur í Víkini, á Vesturlandinum, á Hálogalandi, og við honum byrja norskar kongsroyndir, ymiskt eydnaðar, at leggja upprunaliga norsk niðursetursamfeløg fyri vestan undir norskt kongsvald. Göran Lindström. Göran Lindström (føddur 1. mars 1943 í Lund) er ein svenskur filmframleiðari og stuntsamskipari. Saman við Anders Birkeland er Göran framleiðari av svenska filminum ”Fågelfångarens Son”, ið verður upptikin í Gásadali og aðra staðir í Vágunum í 2017. Stórtingsvalið 2017. Stórtingsvalið í Norra í 2017 fór fram í Noregi 11. september 2017. Teir borgarligu flokkarnir vunnu valið. Melania Trump. Melania Trump (f. Melanija Knavs 26. apríl 1970) er fyrrverandi forsetafrúa í USA. Í 2016 eydnaðist tað Donald Trump at blíva forseti í USA; Melania bleiv sostatt forsetafrúa í USA. Melania giftist við Donald Trump í 2005. Hon var fødd í Slovenia. Hon fekk nógvar ákoyringar, eftir at hon helt eina røðu í 2016, har hon hevði lánt fleiri brot frá eini talu hjá Michelle Obama. Talan var um fyrstu taluna hjá Melaniu Trump í valstríðnum, og fólk vórðu skjót at vísa á, at talan líktiskt sera nógv taluni, ið Michelle Obama bar fram á Demokratiska flokstinginum í 2008. Seinni gjørdist tó greitt, at fleiri brot vóru tikin orðarætt frá taluni í 2008. Benjamin Rasmussen. Benjamin Rasmussen er ein føroyskur myndamaður. Hann hevur tikið forsíðumyndina fyri "Time Magazine" í mai 2017. Time Magazine er heimsins størsta vikublað og hevur 26 milliónir lesarar. Á forsíðuni sæst amerikanski forsetin, Donald Trump, ganga eftir gongini í Hvítu Húsunum móti lyftuni, sum skal flyta hann frá skrivstovuni til hæddina, har hann býr. Myndin á forsíðuni er tilvísing til eina frásøgn við myndum longur inni í blaðnum. Benjamin Rasmussen býr í Denver í Kolorado, USA. Pápi Benjamin er føroyingur og mamman er amerikonsk. Hann er uppvaksin á Filipsoyggjunum, har foreldur hansara virkaðu sum trúboðarar í einum ættarbólki í syðra parti av landinum. Hann hevur búð í Føroyum í styttri tíðarskeiðum. Hann hevur lisið myndlist og journalistik á John Brown University í Arkansas og tikið yvirbygnaðin í foto-journalistikki á Filipsoyggjunum. Hann hevur sum myndamaður vunnið fleiri viðurslønir og hevur tikið myndir fyri fleiri viðurkendar miðlar, harímillum "Vogue Magazine" og "The New York Times". Í 2010 tók hann myndir av grindadrápi í Klaksvík, og tað er ein av hesum myndunum, ið vann fyrstapláss í virðismettu myndakappingini Pictures Of the Year International innan økið "Vísund/Náttúrusøga". Hann hevur áður havt verkstovur á G!-Festivalinum. Baskiskt mál. Baskiskt er móðurmál hjá sløkum 751.500 fólkum, harav um 700.300 í Spania (Baskaralandið og Navarra) og um 51.200 í Fraklandi. Anna Netrebko. Anna Netrebko er operasongkvinna (soprano) úr Russland. Hon hevur dupultan tjóðskap, russiskan og eysturríkskan. Hon býr í Wien, Eysturríki og í New York City. Siv. Í norrønu ásatrúnni er Siv konan hjá Tóri. Hon hevur 3 børn, sum eita Modi, Ull og Trud. Tórur er ikki pápi Ull. Hon eigur sonin Ull saman við einum øðrum manni frá einum fyrrverandi hjúnalagi. Sif er gudinna yvir æsunum. Hon er gudinna yvir tað, sum verður sáað og ríkidóminum frá tí. Tað verður sagt, at hon er tann vakrasta gudinnan, men hon er afturhaldin, og tað verður ikki skrivað nógv um hana. Onkur sigur, at hon sær inn í framtíðina, men tað verður ikki nevnt í Eddakvæðnum. Í nøkrum av teimum eldru germansku keldunum verður tað nevnt, at Sif er ein svana-gudinna, og at hon kann skifta skap til ein svana. Hon hevur gullhár, tí Loki klipti hennara hár av. Tórur bleiv illur og hótti Loka við deyðanum, um hann ikki skaffaði gullhár, gjørt av teimum trimum dvørgunum. Nú veksur hárið altíð sum gull, og tað verður sagt, at hon vil brúka gullhárið til at fremja sína rúnarmegi. Í einari veitslu, har Loki svínar allar gudarnir til, avdúkar hann at Sif var Tór ótrúgv við honum, men tað veit eingin við vissu. Vit fáa bara at vita, at hon er ein góð og álítandi kona. Ull kallast eisini Uller og Oller. Sif gav honum navnið, tí hann skuldi blíva líka sterkur gudur sum Tórur. Ull sigst at vera vakur og ein góður stríðsmaður. Sonurin Modi hevur arvað dirvi frá Tóri, og tí hevur hann navnið Modi, ið merkir dirvi. Dóttirin Trud hevur arvað megi frá Tóri. Navnið merkir styrki. Baldur. Baldur er ein gudur í tí norrønu gudalæruni. Hann er sonur til gudin Óðin og gudindina Frigg. Hann er giftur við Nannu og tey hava ein son, sum eitur Forseti. Baldur er gudurin av kærleika, friði og fyrigeving. Hann hevur fleiri beiggjar so sum, tvíburan Hørður og Tórur. Aftaná Óðin doyði fóru Baldur og Hørður aftur til Ásgarð. Tá ið Baldur byrjaði at droyma um deyðan, fór Frigg runt um allan heimin at spyrja øll og allar lutir at lova, at tey ikki skulu drepa Bald, men plantan mistilteinur var ikki við upp á lyftið. Loki gandaði seg sjálvan til eina gamla konu og spurdi Frigg, um tað var nakað, ið kundi drepa Bald. Hørður var snýttur av Loka til at drepa beiggja sín Bald. Tað verður sagt, at Nanna doyði av sorg av tí, at Baldur doyði. Loki fekk Hóður at drepa Baldur, tí at hann var ireteraður av at Baldur var tann perfekti gudurin. Baldur hevði tað størsta og besta skipið nakrantíð bygt kallað Hringhorni. Tann størsta hendingin, sum hendi í Ragnarok, var tað stóra kríggið, sum var ímillum teir góðu gudarnar og teir ringu gudarnar og risarnar. Kríggið skuldi vera heimsins undirgangur. Næstan allir gudarnir doyðu, t.d Óðin, Tórur, Týr og Loki. Bara nakrar fáa gudindur doyðu t.d Nanna(kona Baldur), Gna og Snotra. Aftaná Ragnarök var heimurin oyðilagdur, men so varð heimurin gjørdur so at man kundi liva aftur á honum. Tað vóru bara tvey menniskju á jørðini, tey itu Lív og Lívthrasir. Sámoskt mál. Sámoskt er almenna málið í Sámoaoyggjunum. Móðurmál hjá um 370.000 fólkum, harav um 200.000 í Vestursámoa og um 57.000 í Amerikanskum Sámoa. Pago Pago. Pago Pago er høvuðsstaðurin í Ameri. Sámoaoyggjunum og liggur á oynni Tutuila, sum er tann størsta oyggin. Tutuila. Tutuila er størsta oyggin í Amerikonsku Sámoa Tahiti. Tahiti er ein kyrrahavsoyggj og størsta oyggin í Franska Polynesia. Enski sjófarin Samuel Wallis uppdagaði oynna í 1767 og var fyrsti evropearin, sum vitjaði í oynni. Hann nevndi oynna "King George the Third island". Sperol. Sperol er ein føroyskur tónleikabólkur úr Havn. Bólkurin hevur tríggjar limir: Pætur F. Joensen (sangur & gittar), Brandan Dalsgarð (gittar) & Oddmar Hermansen (bass). Bólkurin varð stovnaður í mars 2017. Í november 2017 framførdu teir á tónleikastaðnum Whisky a Gogo í Los Angeles, Kalifornia, har t.d. Metallica, System of a Down, Led Zeppelin, Motörhead, Mötley Crüe og onnur hava framført. Manning. Pætur F. Joensen (sangur & gittar; 2017-)Brandan Dalsgarð (gittar; 2017-)Oddmar Hermansen (bass; 2017-) Fyrrverandi manning. Jónatan Midjord (trummur; 2018-2019)Hallur Laksáfoss (gittar; 2017) Mannafelsdalur. == Søgnin um bardagan í Mannafelsdali == Í Akrabyrgi við Sumba høvdu nakrir Frísar bústað sunnast á Suðuroy. Tá ið sóttin svarta kom til Suðuroyar, doyðu øll frísahúsini út; - tó slapp eitt undan sjúkuni, og kallast húsbóndin í tí “bóndin í Akrabyrgi”. Hann var viðgitin maður fyri styrki og átti átta prúðar og reystar synir. Um somu tíð hesin bóndin livdi, er sagt, at grundvøllurin var lagdur til kirkjumúrin, sum stendur enn í Kirkjubø í Streymoy. Bispurin, sum tá sat í Kirkjubø, kallaðist Mús, sum tó mundi vera eyknevni. Hann píndi stórar skattir út av føroyingum at fáa kirkjuna bygda sum prýðiligast; - hetta líkaði øllum illa, og allir, ið búðu fyri sunnan Hórisgótu (í Suður-streymoy, Sandoy, Skúvoy og Suðuroy), synjaðu fyri at geva skattin og bundu felag sín ámillum at halda móti bispinum. Men bispurin fekk allar norðanmenninar at halda við sær ímóti hinum. Norðanmenninir skuldu koma saman í Norðstreymoy og samla lið fyri at herja á hinar og kúga teir undir biskupin; men tá ið sunnanmenn fingu njósn av hesum, tóku teir seg eisini saman í flokk og fóru sum skjótast norður í móti teimum. Í Mannafelsdali, sum er norðan fyri Kalbaksbotn, møttust herirnir og ruku saman í bardagar. Sunnanmenninir vóru við undirlutan og máttu víkja; har varð stórt mannfall; í dalinum síggjast enn mangir heyggjar, hvar teir sigast at vera grivnir, sum fingu bana í hesum bardaganum; grasið er reytt, og er tað sagt at vera komið av blóðinum, sum har fleyt. Fyri norðan dalin stendur ein stórur steinur, sum kallast “Brynjumannaborð”, og tað er søgn, at hann hevur fingið navn av tí, at norðanmenninir hildu sigursveitslu har, tá ið sunnanmenninir flýddu. Oman á hesum klettinum liggur ein steinur, sum norðanmenninir høvdu til hav; hann, ið ikki var mentur at hevja steinin upp frá undirlaginum, slapp ikki við hinum í bardagan. Árið eftir komu sunnanmenninir aftur at hevna henda ósigur, teir høvdu havt. Tá stóð stríðið í dalinum við bygdina í Kollafirði, og nú fingu sunnanmenn sigur. Teir høvdu fingið bóndan í Akrabygi og synir hansara at vera oddamenn og ganga fremstir í bardaganum. Tvey vikingaskip, sum høvdu verið fyri sunnan, høvdu teir fingið at hjálpa sær, og tey vóru komin norður at herja og ræna víða hvar í bygdunum fyri norðan; tí sluppu mangir av norðanmonnunum ikki heiman, av tí teir tordu ikki lata konufólkið vera einsamalt heima, meðan hesum hernaðinum var at kvíða fyri. “Nú situr Mús at kvøldmáltíð við borði, hann firraðist ei fyri mætari manni í norðri, Bispurin fór tá upp frá borði, læt seg í bispabúnaðin og slapp upp á kirkjumúrin við øksi í hendi at verja seg við har. Akrabyrgisbóndin og synir hansara tordu ikki at søkja at honum har, tí at hann hevði vápn, og múrurin var vígdur. Tó lovaðu teir, at hann skuldi ikki sleppa og vóru tí standandi undir múrinum at forða honum at koma omanaftur av honum, fyrr enn hann gavst sjálvur. Í tríggjar nætur og dagar helt so hetta við; men tá ið triði dagurin var liðin at kvøldi, fell bispurin í óvít av svongd og tosta og datt út av múrinum niður á jørðina; hann raknaði tó við av fallinum, men tá varð hann straks dripin av bóndanum. Tá ið bóndin í Akrabyrgi var deyður, settu synir hansara búgv í Sumba og vóru kristnaðir. Keldur. V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891 Bleona Qereti. Bleona Qereti er songkvinna og sjónleikari úr Albania. Amifólkið. Amifólkið (; eisini amis ella pangcah) er ein avstronesiskur tjóðbólkur úr Taivan. Tey tosa amimál, ið er eitt avstonesiskt mál. Amifólkið er ein av sekstan alment viðurkendum tjóðbólkum, ið hava taivanesiskan uppruna. Tað økið, har ið amifólkið býr, er tann langi smali dalurin millum Miðfjøllini og Strandafjøllini (Huatungdalurin), strandaøkið við Kyrrahavið eystanfyri Strandafjøllini og Hengchun hálvoynna. Í 2014 varð amifólkið 200.604 fólk. Tað var umleið 37,1% av upprunafólkunum í Taivan, og tað her tey til tann størsta tjóðarbólkin av uppruna taivanesarum. Tey flestu av amifólkunum liva av útróðri, fiskivinnu, hetta tí at tey búgva við strendurnar. Tey vera bólkaði eftir kvinnulinjuni (móðurlinjuni), tá hugt verður eftir uppruna. Fyrr í tíðini búðu amifólkini í lutfalsliga stórum bygdum við millum 500 og 1000 íbúgvum. Í dagsins Taivan eru amifólkini tann tjóðbólkur av upprunafólkum, ið er tann størsti í størri bygdum og býum í Taivan. Tey hava upprættað fleiri býarsamfeløg kring alla oynna. Tey seinnu áratíggjuni hava amifólk eisini gift seg við han-taivanesarum eins væl og við fólkum ið hoyra til aðrar tjóðbólkar av upprunafólki Taivans. Samleiki og flokking. Vanliga umrøða amifólk seg sum Pangcah, ið merkir "menniskja" ella "fólk av okkara slagi." Men í dagsins Taivan er orðið ami vorði meira og meira vanligt. Hetta orðið kemur frá orðinum amis, ið merkir "norður." Granskarar eru ikki á einum máli um, hvussu tað kann bera til, at "ami" bleiv brúkt um pangcah. Ein ákoðan er, at orðið av fyrstan tíð varð nýtt av Puyuma, tá ið tey umrøddu pangcah, av tí at pangcah búðu longri norðuri enn tey. Ein onnur áskoðan er, at tey ið búðu á Taitungslættuni, umrøddu seg sjálvi sum "ami", av tí at forfedrar teirra komu norðanífrá. Síðstnevnda frágreiðingin er tikin við í "Banzoku Chōsa Hōkokusho", og vísir, at hetta møguliga kemur frá Falangaw Amis, ið er tann amibólkurin, ið í dag býr í nútíðar Chenggong og á Taitung-slættanum. Nærmastu arvafrøðiligu ættarfólkini síggja út at vera filippinar. Ein slík flokking, hóast hon er rættiliga útbreidd og góðtikin, so er hon fyri tað mesta grundað á landafrøðiliga útbreiðslu og fólkaferð. Tað passar ikki saman við teir munir ið eru sæddir innan mentan, mál og kropsligari útsjónd. Egidio Miragoli. Miragoli tann dagin hann varð vígdur sum biskupur. Egidio Miragoli (føddur 20. juli 1955) er ein italskur biskupur í tí katólsku kirkjuni í sóknini Mondovì. Hann hevur verið biskupur har síðan 29. september 2017. Hann varð føddur í Gradella av Pandino í 1955, hann varð prestvígdur í 1979 og helt fram við teologiska lesnaðinum í Róm. Frá 1994 til 2017 var hann prestur í Saint Francie Cabrini kirkjuni. Hin 29. september 2017 útnevndi Frans pávi hann sum nýggjan biskup av Mondovì. Maurizio Malvestiti vígdi hann hin 11. november 2017 í LLodi dómkirkjuni. Hann varð innsettur í Mondovì hin 8. desember. Høgni Kunoy Dávason. Høgni Kunoy Dávason (føddur 26. august 2004) er ein føroyskur taekwondo íðkari og venjari. Í januar 2019, gjørdist Høgni norðurlendskur meistari í taekwondo í kapping í Íslandi. Hann býr og venur í Søldarfirði. Hann setti í mai 2015 á stovn Føroya fyrsta taekwondofelag, ið nevnist Hwarang Føroyar, Høgni var tá 10 ára gamal. Høgni er sjálvur venjari og nógvir limir teknaðu seg beinanvegin. Tvey ár seinni vóru meira enn hundrað aktivir limir. Fleiri av limunum hava verið uttanlands til kappingar, har tey eisini hava vunnið heiðursmerki. Høgni varð føddur við sjúkuni cystisk fibrosa. Í sjónvarssending, ið Kringvarp Føroya gjørdi um hann, sást at hann ikki vildi lata sjúkuna avmarka seg, tvørturímóti bleiv sjúkan hansara drívmegi. Eisini merkti hann, at tað var gott fyri lunguni at íðka ítrótt. Honum dámdi væl taekwondo og hevur íðkað henda ítrótt, síðan hann var smádrongur. Hann og foreldur hansara búðu fyrst í Danmark og síðan í Singapore og eitt stutt skifti í Suðurkorea. Meðan hann búði í Singapore, har pápi hansara arbeiddi, fekk hann svarta belti í taekwondo, venjari hansara har var Mr. Lai, í Danmark var Philip Reyes venjari hansara. Tá ið familjan flutti til Føroya, var onki taekwondofelag har, og tí valdi Høgni at stovna sítt egna taekwondofelag. Í oktober 2017 varð Høgni kosin Ársins gerandihetja av Fólkaheilsuráðnum. "Høgni hevur saman við foreldrum sínum tikið stig til at seta ítróttargrein á stovn, eitt átak, sum virkar samlandi fyri bæði ung og gomul," segði Fólkaheilsuráðið í grundgeving síni. Í november 2017 vann ein av næmingunum, ið Høgni er venjari hjá, Dávid á Lakjuni, silvur heiðursmerki á DM í taekwondo í bólkinum undir 59 kg. Dávid var tá 19 ára gamal, og venjari hansara, Høgni Kunoy Dávason, var 13 ára gamal. Teir báðir eru systkinabørn. Í januar 2019 luttók Høgni í norðurlandameistaraheitinum í taekwondo í Reykjavík. Sum yngsti luttakari í sínum aldursbólki gjørdist hann NM-meistari í taekwondo í aldursbólkinum 15-17 ár, vektklassa minus-59 kg. Lenga-suðurbók. Lenga-suðurbók (frøðiheiti - "Nothofagus pumilio") (spanskt "Lenga"), er eitt leyvfallandi træ, ið er upprunavøkstur í Suður Andesfjøllunum og Eldlandinum. Lenga-suðurbók er gróðursett í Føroyum her hon vísir seg at vera toluliga harðfør. Bali. Bali ([á indonesiskum: "Pulau Bali", "Provinsi Bali") er ein oyggj og landslutur í Indonesia. Í landslutinum eru oyggin Bali og nakrar aðrar smærri grannaoyggjar, har tær kendastu eru Nusa Penida, Nusa Lembongan og Nusa Ceningan. Bali liggur longst móti vestri av oyggjabólkinum Lesser Sunda Islands, millum Java har vesturi og Lombok har eysturi. Høvuðsstaðurin, Denpasar, liggur í syðra parti av oynni. Fólkatalið var 3.890.757 í fólkateljingini í 2010, og 4.225.000 pr. januar 2014, á oynni býr størstiparturin av hinduistiska minnilutanum í Indonesia. Sambært fólkateljingini 2010 vóru 83,5% av íbúgvunum á Bali balinesiskir hinduar, harnæst vóru 13,4% muslimar, 2,5% vóru kristin og 0,5% buddhistar. Bali er eitt vælumtókt ferðamál, og ferðavinnan er økt síðan 1980-árini. Oyggin er kend fyri framkomna list, eitt nú bæði siðbundnan og nútíðar dans, skurðmyndalist, málningalist, leður og tónleik. Indonesian International Film Festival verður hildin hvørt ár á Bali. Í mars 2017 nevndi TripAdvisor oynna sum heimsins høvuðsferðavinnumál í teirra Traveler's choice award. Bali er partur av Coral Triangle, ið er øki við tí hægsta lívfjølbroytni í havumhvørvinum. Bara í hesum økinum eru yvir 500 sløg av koralldýrum. Til samanberingar er hetta meira enn sjey ferðir so nógv sum í øllum Vesturindisku oyggjunum. Bali var vertur fyri ASEAN Summit 2011, APEC 2013 og Miss World 2013. Bali er heimstaður fyri Subak Irrigation System, ið er ein UNESCO heimsarvur. Fornøld. Bali varð bygt umleið 2000 f.Kr. av avstranesiskum fólkum, ið fluttu til oynna. Tey komu siglandi úr Suðureysturasia og Osiania. Mentanarliga og málsliga eru balinesar í nærmastu ætt við fólk í indonesiska havinum, Malaisia, Filipsoyggjum og Osiania. Verktoy av steini frá hesi tíðini eru funnin nærindis bygdini Cekik har vesturi á oynni. Veðurlag. Bali liggur bert 8 gradir sunnanfyri miðkringin og hevur tí eitt javnt verðurlag alt árið. Miðalhitin liggur um 30°C við luftvætu á umleið 85%. Lægsti hiti um dagin liggu millum 20–33°C, men hitin minkar munandi uppi í hæddunum. Regntíðin er frá umleið oktober til apríl, og tá kann tað regna sera nógv, serliga frá desember til mars. Á páskum og á jólum er veðrið sera skiftandi og ringt at spáa um. Tá ið tað ikki er regntíð kann luftvætan vera lutfalsliga lág og tað er ósannlíkt at tað regnar har ið láglendi er. Ítróttur. Bali er eitt týðandi stað fyri surfarar, har eru vælumtókt støð fyri surfarar á suðursíðuni av oynni og á strondunum á oynni Nusa Lembongan. Bali var vertur fyri Asian Beach Games 2008. Bali er heimstaður hjá fótbóltsfelagnum Bali United, ið spælir í Liga 1. Wuhan. Wuhan () er høvuðsstaður í Hubei landslutinum, í Kina, og er tann fólkaríkasti býurin í Miðkina. Býurin liggur í eystara parti av Jianghan-slættanum har ið Yangtze og Hanshui áirnar møtast. Býurin er ein samanrenning av trimum býum, ið eru vaksnir saman, Wuchang, Hankou og Hanyang. Wuhan er kent sum "九省通衢" (jiǔshěng-tōngqú: teir nýggju landslutirnir' (í Kina) høvuðs ferðsluæðr)"; býurin er ein týðandi miðdepil fyri ferðing við fleiri jarnbreytum, vegum og akvegum ið ganga gjøgnum býin og binda hann saman við øðrum stórbýum. Orsakað av týdningarmiklu støðuni hjá býnum fyri ferðasambandi í Kina, so verður hann av og á nevndur "the Chicago of China" í útlendskum keldum. Wuhan hevur sub-landslutastøðu (sub-provincial), og er viðurkendur sum miðdepil fyri politikk, búskap, mentan, útbúgving og ferðslu í Miðkina. Býurin Wuhan fekk sítt navn í 1927. Fólkatalið er 10.607.700 per 2015. Í 1920-árunum var Wuhan høvuðsstaður hjá vinstrasinnaðu Kuomintang (KMT) stjórnini ið varð stýrd av Wang Jingwei sum andstøða til Chiang Kai-shek, og var eisini høvuðsstaður undir krígnum í 1937. Søga. Wuhan hevur eina 3.500 ára langa søgu og er ein av elstu og mest mentaðu stórbýum í Kina. Undir Han-ríkinum, gjørdist Hanyang ein rættiliga týðandi havn. Veturin 208/9 hendi ein av kendastu bardøgunum í søgu Kina og ein týðandi hending í "Søguni um tey trý kongsveldini"— Stríðið um Reyðu Bergini, ið fór fram í fjøllunum nærindis Wuhan. Um tað mundi blivu múrar bygdir fyri at verja Hanyang (206 e.Kr.) og Wuchang (223 e.Kr.). Tann seinna hendingin markerar stovnanina av Wuhan. Í ár 223 varð Yellow Crane Tower (黄鹤楼) bygt á Wuchang-síðuni av Yangtze-ánni. Cui Hao, ið var ein kendur yrkjari í Tang-ríkinum, vitjaði bygningin fyrst í 8. øld. Yrking hansara gjørdi tornið til eitt av teimum kendastu í Suðurkina. Seint í 19. øld vórðu jarnbreytir víðkaðar í norður-suður ás gjøgnum býin, og tað gjørdi býin til ein tíðandi miðdepil innan umskiping millum jarnbreytina og ferðslu eftir ánni. Tað var í hesum tíðarskeiðnum, at útlendskar kreftir fingu kontroll yvir handilsøki, har áarbakkin framvið Hankou varð býttur sundur í útlenskt-stýrd handilsøki. Á økinum vóru handilsskrivstovur, vøruhús, og atløgubryggjur. Bangkok. Bangkok (tailendskt: กรุงเทพ ฯ, กรุงเทพมหานคร ฯ) er høvuðsstaður í Tailandi. Bangkok eitur í veruleikanum Krung Thep Mahanakhon. Hann er størsti býur í Tailandi, 14,5 mió. íbúgvar (við forstøðum). Eftir almennum hagtølum búgva seks mió. fólk í Bangkok, men tað rætta er, at helst búgva úti við 15 mió. fólk. Býurin er bygdur á Menam-oyrunum, og fyrr var mesti flutningurin eftir grivnum siglingarveitum. Enn eru fáir høvuðsvegir, og almenna flutningskervið er vánaligt. Mongu listskrýddu templini í Bangkok hava altíð drigið ferðafólk úr øllum heiminum at koma hagar at síggja hesa vøkru byggilist. Í 2010 hava verið yvir 11,3 milliónir vitjandi. Bangkok verður tíðum kallaður "Eysturlanda Venezia". New Delhi. New Delhi () er høvuðsstaður í India og eitt av teimum 11 landslutunum í Dehli. Sjálvt um Although colloquially "Delhi" og "New Delhi" í vanligari talu verða nýtt við somu merking, tá ið høvuðsstaðurin í India verður umrøddur, so er talan um tvær ymiskar eindir, har New Delhi er ein lítil partur av Delhi. Tað ið á enskum nevnist National Capital Region er ein nógv størri eind, ið er umgird av Haryana á trimum síðum og Uttar Pradesh móti eystri. Grundarsteinurin í býnum varð lagdur av Georg 5. av Stórabretlandi undir Delhi Durbar í 1911. Steinurin varð teknaður og tilevnaður av bretsku arkitektunum Sir Edwin Lutyens og Sir Herbert Baker. Tann nýggi høvuðsstaðurin varð vígdur hin 13. februar 1931, av Viceroy and Governor-General of India Lord Irwin. Søga. Delhi hevði virkað sum politiskur og fíggjarligur miðdepil undir fleiri ymiskum veldum i søguni hjá forna India og Delhi Sultanatinum, har tað kendasta var Mughal-ríkið frá 1649 til 1857. Í byrjanini av 1900-árunum, varð eitt uppskot lagt fyri bretsku fyrisitingini um at broyta høvuðsstaðin hjá Bretska Indiska Heimsveldi, ið var almenna navni á India tá, frá Calcutta á eysturstrondini til Delhi. Bretska stjórnin í India meinti, at tað logistiskt sæð var lættari at stjórna India úr Delhi mitt í Norðurindia. Jørðin har ið nýggi býurin skuldi byggjast varð fingin til vega við lógini um ognartøku av jørð frá 1894. Jarðfrøði. New Delhi hevur eina vídd á 427 km2, og tað er ein lítil partur av stórbýnum Delhi. Eftirsum at býurin liggur í Norðurindiska láglendinum (Indo-Gangetic Plain), so er tað lítil hæddarmunur í býnum. New Delhi og økini kring býin vóru einaferð ein partur av Aravalli fjallarøðini. Tað ið er eftir av teimum fjøllunum er Delhi-ryggurin, ið eisini verður nevnt Lungurnar hjá Delhi. Ítróttur. Býurin var vertur fyri Commonwealth Games í 2010 og er hvørt ár vertur fyri Delhi Hálvmaraton kappingina. Býurin hevur fyrr verið vertur fyri Asiatisku leikunum í 1951 og 1982. New Delhi vísti áhuga fyri at gerast vertur fyri Asiatisku leikunum 2019, men hin 2. august 2010 sýtti stjórnin fyri at stuðla ynskinum orsakað av skuldsetingum um mutur á Commonwealth Games 2010. Wanna One. Wanna One (Hangul: 워너원) er ein suðurkoreanskur gentu tónleikabólkur við fimm limum frá CJ E&M. Bólkurin varð stovnaður í 2017. Limirnir eru: Kang Daniel, Park Ji-hoon, Lee Dae-hwi, Kim Jae-hwan, Ong Seong-wu, Park Woo-jin, Lai Kuan-lin, Yoon Ji-sung, Hwang Min-hyun, Bae Jin-young, Ha Sung-woon. Irina Bilyk. Irina Bilyk (fødd 6. apríl 1970 í Kyiv) er ein ukrainsk songkvinna og sangskrivari. Hon skrivaði sín fyrsta sang sum tíggju ára gomul. Í 1995 framførdi hon fyri táverandi amerikanska forsetanum, Bill Clinton. Fausto Coppi. Angelo Fausto Coppi, (f. 15. september 1919, d. 2. januar 1960), var ein italskur súkklari. Hann var tann mest vinnandi altjóða súkklarin báðu megin seinna heimsbardaga. Orsakað av nógvu sigrunum varð hann nevndur "Il Campionissimo", ella "meistarin yvir meistarar". Hann var ein all-round kappsúkklari, hann var góður til at klatra og til einkultstart og var eisini ein einastandandi spurtari. Hann vann Giro d'Italia fimm ferðir (1940, 1947, 1949, 1952, 1953), Tour de France tvær ferðir (1949 og 1952), og heimsmeistaraskapin í 1953.-Harumframt vann hann eisini Giro di Lombardia fimm ferðir, Milano-Sanremo thríggjar ferðir og so vann hann eisini Paris-Roubaix og La Flèche Wallonne og setti tímamet (45,798 km) í 1942. Marco van Basten. Marcel "Marco" van Basten (føddur 31. oktober 1964) er ein niðurlendskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari, ið spældi fyri Ajax og Milan og Niðurlendska fótbóltsmanslandsliðið í 1980-unum og fyrst í '90-unum sum álopsleikari. Hann verður mettur at vera ein av teimum bestu europeisku áleyparunum og ein av teimum bestu fótbóltsleikarunum til allar tíðir. Hann hevur skorað 300 mál í karrieruni, men spældi sín seinasta dyst í 1993 bert 28 ára gamal orsakað av skaða, ið noyddi hann at leggja frá sær tvey ár seinni. Seinni gjørdist hann høvuðsvenjari hjá Ajax og hjá niðurlendska landsliðnum. Roysikøttur. Roysikøttur ella hermalín (latin "Mustela erminea") er eitt rándýr av márættini. Roysikøttur fær snjóhvítan vetrarfeld, men við kolasvørtum halasnerti. Heitið hermalín sipar mest til roysikøttin í vetrarfeldi. Neymar. Neymar da Silva Santos Júnior (føddur 5. februar 1992), vanliga kendur sum Neymar ella Neymar Jr., er ein brasilskur fótbóltsleikari, ið spælir sum álopsleikari fyri franska felagið Paris Saint-Germain og Brasilska fótbóltslandsliðið. Frá 2013-2017 spældi hann fyri spanska La Liga felagið FC Barcelona, har hann vann spanska meistaraheitið tvær ferðir. Hann vann olympiskt gull við Brasil í 2016 og silvur í 2012. Íslendsku jólavættrarnar. Íslendsku Jólavættrarnar (íslendskt: Íslensku jólasveinarnir‎) eru vættrar av trøllaslagi, ið upprunaliga vóru nýttir at ræða børn í døgunum fyri jól. Foreldur teirra eru Grýla (Gívur) og Leppalúði (Leppadólgur), og húsdjór teirra er Jólakötturinn (Jólakøtturin). Upprunaliga høvdu teir onki til felags við altjóða jólamannin, ið er síðskeggjutur, í reyðum klæðum, og gevur børnum gávur. Í 20.øld runnu teir við tíðini saman við altjóða jólamanninum, og eru í dag ikki tey somu trøllini, ið teir upprunaliga vóru. Franz Schubert. Franz Peter Schubert (føddur 31. januar 1797 í Himmelpfortgrund (í dag ein partur av býarpartinum Alsergrund) í Wien, deyður 19. november 1828 í Wien) var eysturíkst tónaskald og pianistur. Schubert er mest kendur fyri sínar lieder (sangir við klaverfylgispæli), hann komponeraði umleið 600 av hesum slagnum í stutta lívi sínum. Hann gjørdist einans 32 ára gamal. Hann nýtti tekstir hjá samtíðar yrkjarum sum Goethe, Friedrich Schiller, Heinrich Heine og Friedrich Rückert. Hann verður mettur at vera tann størsti innan hetta slagi av tónleiki. Umframt lieder er hann eisini kendur fyri sínar symfoniir, kirkjulig kórverk og klaververk. Derudover er han kendt for sine symfonier, kirkelige korværker og klaverværker. Hann verður mettur at vera ein av teimum størstu tónaskøldunum í tí seinu klassisimuni og tíðliga í romatisismuni. Hann var ein av teimum mest framførdu tónaskøldunum fyrst í 19. øld. Giuseppe Verdi. Giuseppe Fortunino Francesco Verdi (9. ella 10. oktober 1813 – 27. januar 1901) var italskt romantiskt tónaskald, ið serliga komponeraði opera. Hann var eitt av teimum mest týðandi tónaskøldunum í 19. øld. Verk hansara verða ofta framførd í operahúsum kring allan heimin, eins og tema frá summum av verkum hansara eru rótfest í fólksligari mentan sum t.d. "La donna è mobile" úr "Rigoletto", "Va, pensiero", tað hebraiska trælakórið úr "Nabucco", "Libiamo ne' lieti calici", drykkjuvísan úr "La traviata" og triumfmarchurin úr "Aida". Miguel de Cervantes. Miguel de Cervantes Saavedra (føddur 29. september 1547 i Alcalá de Henares, deyður 23. apríl 1616 í Madrid) var ein spanskur rithøvundur. Hann skrivaði bæði skaldsøgur, sjónleikir og yrkingar. Kendastur er hann fyri skaldsøguna "Don Quijote" (ella "Don Quixote"). Áðrenn Cervantes gjørdist rithøvundur, luttók hann í tí kristnu armadaðini móti turkum og varð særdur í bardaganum við Lepanto. Eftir tað var hann trælur í fimm ár hjá maurarunum í Alger. Seinni arbeiddi hann sum matvøruhandilsmaður fyri tann spanska herskipaflotan og ferðaðist tí runt í Spania. Seinni gjørdist hann skattauppkrevjari og rithøvundur. Miguel de Cervantes Saavedra varð føddur sum tað fjórða barnið av sjey í einari fátakari aðalfamilju í Alcalá de Henares. Foreldur hansara vóru Rodrigo de Cervantes (1509-1585), kirurgur, og Leonor de Cortinas (1520-1593). Tann ungi Cervantes las gudfrøði á universitetunum í Salamanca og Madrid. Sofokles. Sofokles (;, "Sophoklēs",; 497/6 – vetur 406/5 f.Kr.) er ein av trimum fornaldargrikskum harmleikaskøldum, hvørs sjónleikir hava yvirlivað. Fyrstu sjónleikir hansara vórðu skrivaðir seinni enn teir hjá Aeschylus, og fyrr enn ella samstundis sum teir hjá Euripides. Sofokles skrivaði meira enn 120 sjónleikir í lívstíð hansara, men bert sjey hava yvirlivað í síni heild: "Ajax", "Antigone", "Kvinnurnar í Trakis", "Kong Ødipus", "Electra", "Philoktetes" og "Ødipus í Kolonos". Í nærum 50 ár var Sofokles tann best umtókti leikritahøvundurin í dramakappingunum hjá býarstatinum Athen, ið fóru fram í teimum religiøsu hátíðunum í Lenaea og Dionysia. Hann luttók í 30 kappingum, har hann vann 24 og fekk ongantíð verri pláss enn annað pláss. Aeschylus vann 13 kappingar, Euripides vann fýra kappingar. teir kendastu harmaleikirnir hjá Sofokles eru við Ødipus og Antigone: teir eru kendir sum Theban leikirnir. Sofokles ávirkaði menningina av sjónleiki, har tað mest týðandi var at hann tók ein triðja leikara við, og harvið minkaði hann um týdningin av kórinum í framførsluni av plottinum. Hann menti eisini leiklutirnir (persónarnar) í størri mun enn tað fyrr var gjørt av eitt nú Aeschylus. Truman Capote. Truman Garcia Capote (; føddur Truman Streckfus Persons, 30. september 1924 – 25. august 1984) var ein amerikanskur skaldsøguhøvundur, filmsrithøvundur, leikritahøvundur og sjónleikari. Nógvar av stuttsøgum, skaldsøgum og sjónleikum hansara eru viðurkendir bókmentaligir klassikarar, teirra millum eru skaldsøgan "Breakfast at Tiffany's" (1958) og krimiskaldsøgan "In Cold Blood" (1966), ið hann segði vera eina skaldsøgu, ið var frá veruleikanum. Í minsta lagi 20 filmar og sjónvarpsdrama eru framleidd útfrá skaldsøgum, stuttsøgum og sjónleikum hansara. Johannes Brahms. Johannes Brahms (; føddur 7. mai 1833, deyður 3. apríl 1897) var týskt tónaskald og pianistur í romantiska tíðarskeiðnum. Hann varð føddur í Hamburg í einari lutherskari familju. Stóran part av arbeiðslívinum búði hann í Wien, Eysturríki. Hann verður ofta bólkaður saman við Johann Sebastian Bach og Ludwig van Beethoven sum ein av teimum trimum B'unum innan tónleik, ein viðmering, ið upprunlaiga kom frá tónaskaldinum Hans von Bülow í 19. øld. Brahms komponeraði til symfoniorkestur, kamar-samanspæl, orgul, rødd og kór. Hann arbeiddi saman við teimum fremstu tónleikarunum í hansara samtíð, teirra millum við pianistinum Clara Schumann og violinistinum Joseph Joachim, tey trý vóru góð vinfólk. Brahms var perfektionist og oyðilegði tí summi av verkum sínum og onnur vóru ikki útgivin. Anwar Sadat. Mohamed Anwar El Sadat (føddur 25. desember 1918, deyður 6. oktober 1981) var egyptiskur politikari og forseti frá 1970 til 1981. Hann luttók í kvettinum í 1952, ið førdi til kong Farouk 1. varð koyrdur frá. Í 1969, eftir at hava røkt fleiri størv í stjørnini, varð hann valdur til varaforseta fyri vinmannin Gamal Abdal Nasser. Tá Nasser doyði árið eftir, gjørdist Sadat forseti. Á ferð hansara til Jerusalem í 1977, ið førdi til at Camp David-sáttmálin varð undirskrivaður í 1978 við forsætisráðharra Ísraels Menachem Begin, varð vegurin slóðaður fyri einari ísraelskari-egypstiskari friðaravtalu í 1979. Hann fekk Friðarheiðursløn Nobels í 1978 saman við Menachem Begin. Í oktober 1981 varð hann myrður av limum úr einum egypstiskum islamskum Jihad-felagsskapi. Eftirfylgjari hansara gjørdist Hosni Mubarak. Kwame Nkrumah. Kwame Nkrumah (føddur 21. september 1909 – 27. apríl 1972) var ein ganesiskur politikari og uppreistrarmaður. Hann var fyrsti forsætisráðharri og forseti í Gana, eftir at hann leiddi landið til sjálvstýri frá Stórabretlandi í 1957. Hann gekk inn fyri Panafrikanismu og var ein av stovnandi limunum í Organization of African Unity og fekk Lenin Friðarpvirðislønina í 1962. Sun Tzu. Sun Tzu (孫子; pinyin: "Sūn Zǐ"), verður eisini skrivað sum: Sun-Tsu, Sun Tse, Sunzi, Sun Zi (av síni samtíð varð hann nevndur "Sun-Wu"), hann livdi umleið ár 500 f.Kr. í tí kinesiska statinum Wu (吳). Hann var generalur og hernaðarstrategur. Bók hansara "Krígslist" (兵法; pinyin: "bīngfǎ)" verður hildin at vera tað elsta verkið um hernaðarliga strategi og er enn í dag eitt týðandi verk á økinum. Bæði Mao og Ho Chi Minh lósu og brúktu ávísingar úr bókini, har ein av teimum kendastu, men ofta yvirsæddu, er tann, at man altíð skal lata ein veg vera opnan fyri einum fígginda, ið man hevur vunnið á, so hann kann taka seg aftur. Daniel Defoe. Daniel Defoe (føddur 1660 í London sum Daniel Foe, deyður 26. apríl 1731 í London) var ein enskur rithøvundur, ið var mest kendur fyri skaldsøguna "Robinson Crusoe" um tann unga sjómannin Robinson, ið strandaði á einari oydnari oyggj men megnaði at yvirliva til hann slapp av oynni aftur. Defoe var virkin politiskt og luttók í Monmouth uppreistinum móti kongi James 2. av Onglandi. Tað førdi til, at hann noyddist at liva í eksil í trý ár, áðrenn hann kundi venda heim aftur til Onglands. Pedro Calderón de la Barca. Málningur av Pedro Calderón de la Barca, málað hevur Alonso Cano. Pedro Calderón de la Barca y Barreda González de Henao Ruiz de Blasco y Riaño, eisini kendur sum Pedro Calderón de la Barca (føddur 17. januar 1600, deyður 25. mai 1685) var ein spanskur yrkjari, leikritahøvundur og rithøvundur frá tí sponsku gulløldini. Ávís tíðarskeið í lívi hansara var hann eisini ávikavist hermaður og katólskur prestur. Hann var við til at menna tann spanska gullaldarsjónleikarpallin, ið varð stovnaður av Lope de Vega, og sjónleikir Calderóns verða mettir at vera hæddarpunktið av barokksjónleiki í landinum. Hann verður mettur at vera tann mest týðandi leikritahøvundurin í Spania og hevur eitt týðandi pláss í heimsbókmentunum. Chinua Achebe. Chinua Achebe (føddur 16. november 1930, deyður 21. mars 2013 í Boston, USA) var ein nigerianskur rithøvundur og yrkjari. Fyrsta skaldsøga hansara "Things Fall Apart" (á donskum: "Alt falder fra hinanden") er nokk tann altjóða mest lisna afrikanska skaldsøgan, og Achebe varð ofta sagdur at vera faðir nútíðar afrikanskar bókmentir. Hann vann Man Booker International Prize í 2007 og varð eisini fleiri ferðir uppá tal at fáa Nobelvirðislønin í bókmentum, men fekk hana ikki. Verk hansara eru týdd til meira enn 50 mál og seld í fleiri milliónum eintøkum. Achebe greiddi frá um søguna hjá afrikanska fólkinum frá áðrenn hjálandatíðina til hansara samtíð. Í skaldsøgum sum "Things Fall Apart" (1958) og "Arrow of God" (1964) fortelur hann um møti millum tað siðbundna ættbólkasamfelagið og tað bretska hjálandaveldi. Aðrar av skaldsøgum hansara sum "No Longer at Ease" (1960) og "A Man of the People" (1966) fara fram umleið 1960, tá Nigeria gjørdist sjálvstøðug tjóð, og snýr seg serlig aum politisku skipanina og umfatandi muturið. Achebe hevði sjálvur góðan kunnleika til politisku skipanina orsakað av hansara politiska virksemi. Chinua Achebe stuðlaði Biafra undir borgarakrígnum í Nigeria. Hann doyði í 2013. Bertolt Brecht. Bertolt Brecht, føddur Eugen Berthold Friedrich Brecht (10. februar 1898 í Augsburg í Bayern, deyður 14. august 1956 í Berlin) var ein týskur leikritahøvundur, rithøvundur og politiskur andstøðingur. Brecht var marxistur tað mesta av lívinum. Hann búði í eksil undir nasistatíðini og seinna heimsbardaga, fyrst í Skandinavia og síðan í USA. Eftir kríggið fór hann aftur til heimlandi og stovnaði tá sjónleikabólkin Berliner Ensemble. Iveta Mukutjian. Iveta Mukutjian (fødd 14. oktober 1986 í Jerevan) er ein armensk songkvinna. Hon umboðaði Armenia við sanginum "LoveWave" á Eurovision Song Contest 2016 í Stokkhólmi og endaði á einum fimtaplássi. George Bernard Shaw. George Bernard Shaw (føddur 26. juli 1856, deyður 2. november 1950), eisini kendur sum Bernard Shaw, var ein írskur leikritahøvundur, kritikari og kjakari, ið hevur ávirkað vesturlendsk sjónleikarahús, mentan og politik frá 1880-árunum til sín deyða og enntá langt eftir sín deyða. Hann skrivaði meira enn 60 sjónleikir, teirra millum eru verk sum "Man and Superman" (1902), "Pygmalion" (1912)" pg Saint Joan" (1923). Hann skrivaði bæði um samtíðar satiru og søgulig líknilsi og gjørdist ein førandi leikritahøvundur av hansara ættarliði, og í 1925 fekk hann nobelvirðislønina í bókmentum. Shaw varð føddur í Dublin, flutti til London í 1876, har hann stríddist við at klára seg sum rithøvundur. Mitt í 1880-unum var hann blivin ein virðismettur tónleika- og sjónleikaummælari. Hann gjørdist politisk virkin og gjørdist partur av Fabian Society og gjørdist tann mest eyðsýndi smáritahøvundur. Shaw hevði skrivað sjónleikir í fleiri ár, áðrenn tað hepnaðist hjá honum á fyrsta sinni við sjónleikinum "Arms and the Man" í 1894. Hann var ávirkaður av Henrik Ibsen, og royndi at innføra eina nýggja realismu í enskmælta sjónleikin, og brúkti sínir sjónleikir til at føra fram sínar politisku, sosialu og átrúnaðarligu hugsanir. François Villon. François Villon (úttalast á nýtíðar fronskum; á fronskum úr 15. øld úttalast tað), føddur í Paris í 1431 og hvarv í 1463, er tað kendasta franska skaldið frá seint í miðøld. Villon var fleiri ferðir dømdur fyri ymisk lógarbrot. Hann skrivaði um nakrar av hesum upplivingum í yrkingum sínum. Gavrila Derzhavin. Gavrila Romanovich Derzhavin (; føddur 14. juli 1743, deyður 20. juli 1816) var ein av russisku yrkjarunum, ið var mettur at vera millum teir bestu, áðrenn Alexander Pushkin, hann var eisini ein nógv virdur státsmaður. Rudyard Kipling. Joseph Rudyard Kipling (føddur 30. desember 1865 í Bombay, India, deyður 18. januar 1936 í London, Ongland) var ein enskur rithøvundur og skald. Kipling er m.a. kendur fyri barnabókina "The Jungle Book" frá 1894. Bók hansara "Stalky & Co" snýr seg um lívið á enskum kostskúlum, sæð frá sjónarhorninum hjá einum drongi. Kipling er eisini kendur fyri sínar yrkingar og onnur verk. Stórstu verk hansara eru "Gunga Din", "If", "Kim" 1901 og "The White Man's Burden". Hann hevur skrivað nógvar stuttsøgur, m.a. "The Man Who Would Be King" (1888). Í 1907 fekk hann nobelvirðislønina í bókmentum Percy Bysshe Shelley. Percy Bysshe Shelley (; føddur 4. august 1792, deyður 8. juli 1822) var ein av teimum stóru ensku yrkjarunum frá romantikkini, og verður mettur at vera ein av teimum bestu lýrisku yrkjarunum á enskum máli, og ein av teimum ið hevur havt størst ávirkan. Hann var radikalur í sínum yrkingum eins væl og í hansara politisku og sosialu meiningum. Hann gjørdist ikki kendur, meðan hann livdi, men viðurkenningin av yrkingar hansara gjørdist størri og størri við tíðini eftir deyða hansara. Shelley var ein lyklapersónur í einum tøttum ringi av framskygdum skøldum og rithøvundum umframt Lord Byron, Leigh Hunt, Thomas Love Peacock og seinna kona hansara Mary Shelley, ið skrivaði "Frankenstein". Deyði hansara. Hin 8. juli 1822, minni enn ein mánað áðrenn tredivu ára føðingardag hansara, druknaði Shelley í einum brádligum stormi í Spezia-flógvanum, á ferð hansara aftur frá Livorno til Lerici í seglbáti hansara, "Don Juan." Hann var á veg aftur, eftir at hava uppsett leikin "The Liberal" saman við Leigh Hunt, ið júst var komin. Navnið "Don Juan", eitt kurteisi til Byron, bleiv valt av Edward John Trelawny, ið var ein av limunum av Shelley–Byron Pisan skaranum. Men, sambært vitnisfrágreiðing frá Mary Shelley, broytti Shelley tað til "Ariel", og tað irriteraði Byron, ið fekk sín vilja við at fáa orðini "Don Juan" málaði á høvuðsseglið. Seglskipið, ið var ein opin bátur, var bygdur eftir serligari tekning til Shelly, í Genoa. Báturin koppaði ikki men sakk. Mary Shelley skrivaði í hennara "Note on Poems of 1822" (1839) at skapið av bátinum hevði ein feil og at báturin aldri var egnaður til at sigla. Men sannheitin var, at "Don Juan" var egnaður at sigla, men at hann sakk orsakað av hørðum stormi og vánaligum sjómansskapi av teimum trimum monnunum umborð. Enid Blyton. Enid Mary Blyton (fødd 11. august 1897, deyð 28. november 1968) var ein enskur barnabókarithøvundur, hvørs bøkur hava verið millum tær mest seldu í heiminum síðan 1930-árini, har tað eru seldar meira enn 600 milliónir eintøk. Bøkur hennara eru enn sera væl umtóktar og eru týddar til 90 mál. Fyrsta bók hennara "Child Whispers", eitt yrkingasavn á 24 síður varð útgivið í 1922. Hon skrivaði um fleiri ymisk evni, teirra millum útbúgving, náttúrusøga, hugflog, loyndarmál og bíbliusøgur og er kendast fyri Noddy, Famous Five (á donskum: "De fem") og Secret Seven røðirnar. Margaret Atwood. Margaret Eleanor Atwood (fødd 18. november 1939) er ein kanadiskur rithøvundur og uppfinnari og umhvørvisaktivistur. Hon er vinnari av Arthur C. Clarke Award, Prince of Asturias Award fyri bókmentir og Peace Prize of the German Book Trade. Hon hevur verið tilnevnd Booker Prize fimm ferðir og hevur einaferð vunnið virðislønina og hevur verið finalistur til Governor General's Award] fleiri ferðir og hevur vunnið hana tvær ferðir. Í 2001 bleiv hon upptikin í Canada's Walk of Fame. Hon er eisini stovnari av Writers' Trust of Canada, ið er ein non-profit felagsskapur, ið roynir at eggja skrivandi fólki í Kanada. Millum mong íkøst til kanadiskar bókmentir so var hon ein av stovnarunum av Griffin Poetry Prize. Hon er kendast fyri skaldsøgurnar, ið hon hevur skrivað, men harumframt hevur hon eisini útgivið umleið fimtan yrkingasøvn. Thomas & Friends. thumb Thomas & Friends (á føroyskum: Tok Tummas) er ein ensk sjónvarpsrøð fyri børn um lokomotivið Tummas og vinir hansara. Hendingarnar fara fram á oynni Sodor. Røðin varð fyrstu ferð send í Onglandi í 1984 og verður enn framleidd. Røðin hevur verið send í Kringvarpi Føroya við føroyskari talu. Røðin er gjørd við støði í bókum hjá prestinum Wilbert Awdry og soni hansara Christopher Awdry. John Keats. John Keats (; 31. oktober 1795 – 23. februar 1821) var enskt skald frá romantikkini. Hann var ein av teimum mest eyðsýndu av øðrum ættarliði av romantiskum skøldum, saman við Lord Byron og Percy Bysshe Shelley, sjálvt um verk hansara bert vóru útgivin fá ár, áðrenn hann doyði bert 25 ára gamal í 1821. Sjálvt um yrkingar hansara ikki vóru so væl móttiknar av ummælarum, meðan hann livdi, so vaks virðingin fyri honum eftir deyða hansara, og síðst í 19. øld var hann ein av best umtóktu av øllum enskum yrkjarum. Hann hevði stóra ávirkan á fleiri ymiskir yrkjarar og rithøvundar. Jorge Luis Borges segði, at fyrstu ferð hann las yrkingarnar hjá Keats, so var tað nakað ið hevði stóra bókmentaliga ávirkan á lív hansara. Luigi Pirandello. Luigi Pirandello (; Girgenti, í dag kendur sum Agrigento, føddur 28. juni 1867, deyður 10. desember 1936) var ein italskur sjónleikahøvundur, skaldsøguhøvundur, yrkjari og stuttsøguhøvundur, hvørs bestu íkøst vóru sjónleikir hansara. Hann fekk Nobelvirðislønin í bókmentum í 1934 fyri "hansara nærum magisku evnir av venda sálarligari analýsu til góðan sjónleik." Pirandello hevur skrivað skaldsøgur, fleiri hundrað stuttsøgur og umleið 40 sjónleikir, harav eru nakrir skrivaði á sisilskum máli. Asyllex. Asyllex er ein føroyskur tónleikabólkur. Í bólkinum eru fimm limir: Hans Hammer (sangur & gittar), Andreas Jacobsen (gittar), Luka Radosavljevic (gittar), Finnur Nielsen (bass) og Bogi Petersen (trummur). Sigmund Freud. Sigmund Freud (;; føddur Sigismund Schlomo Freud; 6. mai 1856, deyður 23. september 1939) var ein eysturríkskur neurologur og stovnari av sálargreining (psykoanalyu), ein kliniskur máti at viðgera sálarsjúkur við samrøðu millum ein sjúkling og ein sálarfrøðing. Freud var føddur av galiskum jødiskum foreldrum í moraviska býnum Freiberg í Eystirríkska Keisaraveldinum. Hann var útlærdur lækni frá Univeristetinum í Wien í 1881. Hann varð útnevndur dosentur í neurologiskum sjúkum og varð settur í starv sum professari í 1902. Freud búði og arbeiddi í Wien, og setti á stovn sína starvsstovu har í 1886. Í 1938 fór Freud úr Eysturríki fyri at sleppa vekk frá nazistunum. Hann doyði í útlegd í Stóra Bretlandi í 1939. Blaise Pascal. Blaise Pascal (;; 19. juni 1623 – 19. august 1662) var ein franskur støddfrøðingur, alisfrøðingur, uppfinnari, rithøvundur og katólskur gudfrøðingur. Hann var eitt undurbarn, ið fekk undirvísing frá faðir sínum, ið var skattainnkrevjari í Rouen. Fyrsta verk hansara var innan náttúru- og nýtsluvísindi, har hann gjørdi týðandi íkøst til gransking av løgi og greiddi hugtøkini um trykk og vakuum við at geva verkinum hjá Evangelista Torricelli alment gildi. Pascal skrivaði eisini í verju fyri vísindaligum mannagongdum. Ferdinand Magellan. Ferdinand Magellan (1480 – 27. apríl 1521; portugisiskt: Fernão de Magalhães; spanskt: Fernando de Magallanes) var ein portugisiskur sjófari, ið sigldi undir sponskum flaggi. Hann sigldi hin 1. november 1520 sum tann fyrsti evropearin suður um Suðuramerika og var harvið tann fyrsti evropearin, ið megnaði at sigla til Kyrrahavið. Sundið varð uppkallað eftir honum, Magellansundið. Magellan varð dripin hin 27. apríl 1521 av Lapu-Lapu undir bardaganum við Mactan á oynni Mactan á Filipsoyggjunum, tað hendi eftir at hann hevði roynt at yvirtalað Lapu til at lata seg doypa. Slipknot. Slipknot er ein amerikanskur heavy metal-bólkur úr Iowa, sum varð stovnaður í 1995. Í bólkinum eru níggju limir: Corey Taylor (sang), Mick Thomson (gittar), Jim Root (gittar), Craig Jones (keyboard), Sid Wilson (DJ), Shawn "Clown" Crahan (percussion), Chris Fehn (percussion), Alessandro Venturella (bass) og Jay Weinberg (trummur). Í 2010 doyði bassspælarin Paul Grey. Fløga teirra er uppkalla eftir honum. Í 2013 fór trummuspælarin Joey Jordison úr bólkinum. Finnur Nielsen. Finnur Nielsen (føddur 24. desember 1996) er ein føroyskur tónleikari og sangskrivari. Hann er best kendur sum sangarin og bassleikarin í føroyska málmsbólkinum Asyllex. Umframt at spæla bass í Asyllex hevur hann eisini skrivað orð til flestu løgini hjá bólkinum. Katrin Reinert. Katrin Reinert (fødd 28. februar 1959 í Glostrup), uppvaksin á Eiði og búsitandi í Havn, er ein føroyskur yrkjari, tannlækni og magistari í føroyskum. Í 2011 gav hon út yrkingasavnið, Kringvindar. Harumframt hevur hon havt stakar yrkingar á prenti í tíðarritunum Vencili og í Varðanum, har ummæli og týdd stuttsøga eftir Katrina eisini hava staðið. Katrin er útbúgvin tannlækni og í 2014 tók hon prógv frá Fróðskaparsetri Føroya sum magistari í føroyskum. Why Should I Worry? "Why Should I Worry?" (danskt heiti: "Hva' sku jeg tud' for?") er sangurin, sum verður sungin í Disney-teknifilminum "Oliver & Company" frá 1988. Dan Hartman og Charlie Midnight skrivaðu sangin og Billy Joel sang. The Knife. The Knife er ein svenskur electro tónleikabólkur, sum varð stovnaður av Karin Dreijer Andersson og Olof Dreijer í 1999. Silent Shout. Silent Shout er ein tónleikaútgáva hjá svenska tónleikabólkinum The Knife. Plátufelagið Rabid Records útgav fløguna 17. februar 2006. 11 løg eru á fløguni. Rijksuniversiteit Groningen. Rijksuniversiteit Groningen er ein lærdur háskúli í Groningen, sum varð settur á stovn í 1614. Har eru ellivu fakultet. Deep Cuts. Deep Cuts er ein tónleikaútgáva hjá svenska tónleikabólkinum The Knife. Plátufelagið Rabid Records útgav fløguna 17. januar 2003. 14 løg eru á fløguni. The Knife (album). The Knife er ein tónleikaútgáva hjá svenska tónleikabólkinum The Knife. Plátufelagið Rabid Records útgav fløguna 5. februar 2001. 11 løg eru á fløguni. Streets of Gold. "Streets of Gold" (danskt heiti: "Fede tider, mand!") er sangurin, sum verður sungin í Disney-teknifilminum "Oliver & Company" frá 1988. Dean Pitchford og Tom Snow skrivaðu sangin og Ruth Pointer sang. Filmsfelagið. Filmsfelagið er elsta felag í Føroyum, ið hevur filmsýningar sum áhugamál og virksemi. Søgan. Upprunaliga felagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Stovnarar vóru Eyðun Johannessen, Fraser Eysturoy og Erling Simonsen. Hetta felagið sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum. Stovnarar vóru Petur Zachariasen, Marianna Debes Dahl og Erhard Jacobsen. Birgir Kruse varð valdur formaður. Í 1980'unum skipaði Filmsfelagið fyri fleiri norðurlendskum filmstevnum, serliga í og á Læraraskúlanum, men eisini á listafólkastevnum, sum skipaði fyri úti um landið. Í samráð við løgmann og indisku sendistovuna í Keypmannahavn, skipaði felagið eisini fyri indiskum filmsdøgum í Sjónleikarhúsinum. Í 1989 var Filmsfelagið vertur fyri almennari norðurlendskari filmstevnu, The VII Nordic Film Festival, við 130 útlendskum professionellum gestum. Samskipari var Høgni Djurhuus. Tá vóru 1200 limir í Filmsfelagnum, og filmurin hjá, varð sýndur á hesi stevnu, sum var í Norðurlandahúsinum og í Útvarpshøllini. Í 2016 stóð Filmsfelagið fyri føroysku frumsýningini og Q&A av heimildarfilminum hjá Mike Day í Havnar Bio. Í sama biografi skipaði Filmsfelagið í 2017 fyri frumsýning og Q&A av nýggja føroyska filminum, sum er fyrsti filmur hjá Sakaris Stórá í spælifilmslongd. Í november í 2017 vórðu ísraelskir filmsdagar hildnir í samstarvi við ísraelsku sendustovuna í Keypmannahavn. Filmsfelagið hevur síðan 1980'ini havt tætt samband við árligu filmstevnuna í, har norðurlendskir filmar hava verið vístir síðan 1956 undir heitinum Nordische Filmtage. Í dag hevur Filmsfelagið eisini tætt samstarv við føroysku sendistovuna í Russlandi, sum er eitt av heimsins elstu filmslondum og er tann marknaður, sum í løtuni hevur mest at týða. Filmsfelagið er endurstovnað í í samráð við táverandi nevnd undir sama heiti og tí einfalda endamáli, at vísa listarliga viðkomandi film í biografinum. Filmarnir verða sýndir einaferð og altíð mikudag, tá talan ikki er um filmstevnu, sum "Filmsdagar í Felag". Vetrarhálvuna skipa Filmsfelagið og Havnar Bio fyri almennum sýningum annaðhvørt mikukvøld. Nýggir filmar, ið eru listarliga áhugaverdir, verða sýndir, og ikki er neyðugt at tekna limaskap. Úti í heimi verður hetta slag av filmi onkuntíð nevnt art house filmur. Ole Wich og Birgir Kruse samskipa skránna. Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio, sum er einasti veruligi biografur í landinum, fer við átakinum Filmsfelagið at royna seg við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna. Hvørt heyst skipa Filmsfelagið og Havnar Bio fyri tiltakinum "Filmsdagar í Felag", og samstarv er við Havnar Bio hevur fingið loyvi frá nevndini í gamla Filmsfelagnum, at sleppa at brúka heitið og at velja filmar við ráðgeving frá gomlu nevndini og filmshugaðum annars. Malinstindur. Malinstindur er eitt fjall í Sandavági. Malinstindur er 683 metrar høgt sum ger tað til trið hægsta fjallið í Vágum. Henrik (prinsur av Danmørk). Hansara Kongaliga Hátign Henrik Prinsur (føddur 11. juni 1934 í Talence - deyður 13. februar 2018 á Fredensborg Slot) var maður hennara hátign Margrethe II. Hann var sonur André de Laborde de Monpezat (deyður 1998) og greivinnu Renée de Monpezat, fødd Doursennot (deyð 2001). Hann varð doyptur "LiL Henri Marie Jean André, greve de Laborde de Monpezat". Margretha drotning og Heindrikkur prinsur fingu tveir synir, Krúnprins Frederik og prins Joakim. Lívssøga. a>. Myndin er tikin í Vági í 2005. Heindrikur prinsur varð borin í heim tann 11. jui 1934 í Talence, Gironde í Fraklandi. Føðinavn hansara er Henri Marie Jean André, greivi de Laborde de Monpezat. Foreldur hansara vóru André de Laborde de Monpezat og kona hansara, Renée de Monpezat (fødd Doursennot). Fyrstu fimm árini vaks Heindrikur upp í Franska Indokina, núverandi Vjetnam, har faðir hansara stóð fyri famijuáhugamálum í ídnaðar- og handilsfyritøkum sum abbi Heindriks hevði stovnað. Í 1939 vendi familjan aftur til Fraklands og búðu næstu 11 árini á ættargarðinum "le Cayrou" í Cahors. Heindrikur prinsur gekk í skúla heima til 1947, tá hann varð sendur á ein jesuittara kostskúla í Bordeaux. Frá 1948 til 1950 gekk hann á studentaskúla í Cahors. Í 1950 fór hann tó aftur til Vjetnam og tók studentsprógv á franska studentaskúlanum í Hanoi í 1952. Frá 1952-57 las Heindrikur prinsur løgfrøði og samfelagsfrøði við Sorbonne universitetið í París. Samstundis las hann kinesisk og vjetnamesisk mál á École Nationale des Languages Orientales. Eftir at hann varð magistari í fronskum bókmentum og eysturlendskum málum, var hann tvey ár í lestrarørindum í Hongkong og Saigon. Frá 1959-1962 gjørdi Heindrikur prinsur hertænastu í Algeria. Í 1962 varð Heindrikur prinsur settur í starv í asiátisku deildini í franska uttanríkismálaráðnum. Frá 1963-1967 starvaðist hann sum ambassaduskrivari á fronsku sendistovuni í London. Prinsur av Danmark. Í 1964, meðan hann starvaðist á sendistovuni í London, hitti Heindrikur donsku krúnprinsessuna Margretu, sum tá las í Bretlandi. Parið varð trúlovað í 1966 og 10. juni 1967 giftust tey í Holmens kirke í Keypmannahavn. Við giftuni fekk hann heitið: Hansara hátign, Heindrikur prinsur av Danmark. Parið hevur tveir synir, Fríðrik krúnprins (f. 26. mai 1968) og Joachim prins (f. 6. juni 1969). Í 1972 doyði Fríðrikur kongur og krúnprinsessan varð lýst drotning Margreta 2. av Danmark. Áhugin hjá Heindriki prinsi fyri bókmentum, máli og matkynstri hevur víst seg í fleiri bókaútgávum, bæði av egnum verkum og umsetingum úr fronskum bókmentum. Í 1981 týddi hann saman við drotningini, skaldsøguna "Alle mennesker er dødelige" av Simone de Beauvior – ið varð givin út undir dulnavninum H. M. Vejerbjerg. Hann hevur eisini givið út fleiri yrkingasøvn, m.o. "Chemin Faisant" (1982), "Cantabile" (2000), "Les escargots de Marie Lanceline" (2003) og "Murmures de vent" ("Teskandi lot") (2005). Verkið "Roue-libre" frá 2010 varð týtt til danskt av Margretu drotning og Peter Poulsen undir heitinum "Frihjul". Endurminningarverkið "Destin oblige" ("Lagna bindur") kom út í 1996 og í bókini "Chateau de Caix – stedet, vinen og maden" sigur Heindrikur prinsur frá um sítt franska vínslott, um søguna og umhvørvið. Áhugin fyri matkynstri hevur eisini víst seg í tveimum kókibókum, "Ikke altid gåselever" frá 1999, saman við Jakob Johannsen og "Til glæde for ganen – nye opskrifter til et kongeligt køkken" frá 2005. Piotrowice. Piotrowice er ein bygd í Otwock landslutinum í Pólland. Piotrowice hevur umleið 352 íbúgvar (2013). Bygdin liggur nærindis Vistula (pólskt: Wisła) ánni og fevnir um 6 km2. Fausto Cercignani. Fausto Cercignani (føddur 21. mars 1941 í Milano) er ein italskur mál- og bókmentafrøðingur, essayistur og rithøvundur. Lívssøga. Foreldur hansara eru úr Toscana. Fausto Cercignani var lesandi í Milano, har hann tók prógv í fremmandum málum og bókmentum við sergrein í enskum frá Shakespeare-tíðini. Til 1983 granskaði og undirvísti hann í bókmentum og máli í enskum og germanskum á univeristeti í Bergamo og á Università degli Studi di Pisa og Università degli Studi di Milano. Í 1983 búsettist hann aftur í Milano, har hann helt fram við virksemi sínum á Università degli Studi di Milano. Her legði hann serligan dent á gransking innan germanskar bókmentir. Í 1996 varð hann heiðraður við heiðurskrossi úr Eysturríki, ið nevnist: "Österreichisches Ehrenkreuz für Wissenschaft und Kunst I. Klasse". Skaldskapur. Cercignanis skaldaverk er nú savnað í einum bindi: "Scritture. Poesie edite e inedite", Torino 2015. Cercignani hevur eisini royndir við sjálvtýðing av hansara egnu skaldaverkum. Françoise Forton. Françoise Forton Viotti (fødd 8. juli 1957 í São Paulo) er sjónleikari úr Brasil. Elizabeth Savalla. Elizabeth Savalla Casquel (fødd 23. november 1954 í São Paulo) er sjónleikari úr Brasil. David Ogden Stiers. David Allen Ogden Stiers (31. oktober 1942 – 3. mars 2018) var amerikanskur sjónleikari og raddaleikari. Í 1977 spældi hann leiklutin sum Major Charles Emerson Winchester III í sjónvarpsrøðini "M*A*S*H", hann spældi henda leiklutin til røðin endaði í 1983. Hann varð tvær ferðir tilnevndur Emmy-virðisløn. Jelena Karleuša. Jelena Karleuša er songkvinna úr Serbia. National Rifle Association. National Rifle Association, stytt. NRA, er ein amerikanskur áhugafelagsskapur, sum arbeiður fyri rættin hjá tí einstaka til at kunna hava vápn, bæði til at veiða og til sjálvsverju. NRA hevur yvir 5 milliónir limir og er millum USA`sa máttmiklastu áhugafelaskapum, av teirra nógvu lobbyismu. Felagsskapurin bleiv grundlagdur í New York City í 1871 við navninum American Rifle Association. NRA'sa høvuðsuppgáva er at verja rættin hjá amerikanarum at eiga og bera vápn, niðurskriva í grundlóg teirra. Eftir hesum kann skiljast at felagsskapurin er ímóti vápnaeftirliti, men tey eru við uppá er broyta lógirnar soleiðis at dømd kriminel ikki kunnu fáa byrsur. Tey eru eisini við uppá harðari revsing fyri brotsverk sum hava við skotvápn at gera. NRA eru ikki flokspolitiskur, og hava tey einsini limir úr bæði Republikanska- og Demokratiskaflokkinum, men tað eru kortini fleiri republikanarir en demokratar sum hava somu sjónarmið sum felasgskapurin. Við síðina av tí politiskia arbeiðinum, hava tey eisini trygdarlæring (har man lærur at brúka eina byrsu) og sporstskjóting. Frá 1998 til 2003 var tann kendi skjónleikarin Charlton Heston formaður og talsmaður fyri NRA. Núverandi forsetin í felagnum er Allan D. Cors. NRA fær kapping frá tí nógv minna og meiri radikala felagsskapinum Gun Owners of America. Bill Bixby. Wilfred Bailey Everett "Bill" Bixby III (føddur 22. januar 1934 í San Francisco – deyður 21. november 1993 í San Francisco) var ein amerikanskur sjónleikari og filmsleikstjóri. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut í Marvel-sjónvarpsrøðini "Incredible Hilk" (1978–1982) sum Hulk. Eiðis Bóltfelag. Eiðis Bóltfelag er eitt føroyskt hondbóltsfelag og fyrrverandi fótbóltsfelag av Eiði, ið nú eitur Streymur. Søgan. Eiðis Bóltfelag (EB) varð sett á stovn 23. februar 1913 og er sostatt eldsta bóltfelag í Eysturoynni. Í fyrstuni var bara fótbóltur á skránni, og fari varð beinanveg undir at gera fótbóltsvøll niðri á Mølini. Hetta var tó lættari sagt enn gjørt, tí nógv grót skuldi brótast burtur. Tí var vøllurin fyrstu árini minni enn teir flestu, og tí var ikki óvanligt at spælt var við færri leikarum á hvørjum liði. Tað var ikki fyrr enn í september 1967, at vøllurin á Mølini varð fótbóltsvøllur í fullari stødd. Í 1945 varð eisini farið undir at spæla hondbólt á Mølini. Tað var lærarin í bygdini Andreas Thomsen, sum var úr Gøtu, sum tók stig til hetta og undirtøkan var góð. Í 1947 varð fyrstu ferð meldað lið til landskappingina í hondbólti, og kvinnurnar av Eiði gjørdu ikki mætari enn at vinna bæði 1. og 2. deild! Finaluna í bestu deildini vunnu tær 7-3 móti Vípuni av Sandi. Dysturin varð spældur í Gundadali í Havn og venjari var Óli Egilstrøð. Hetta er framvegis einasta føroyameistaraheitið hjá EB í vaksnamannadeildunum. Annars vunnu EB-kvinnur eisini 2. deild í 1948, 1949, 1973 og 1974 og mennirnir vunnu 2. deild 1969 og 1976. Í 1972 varð asfalteraður hondbóltsvøllur gjørdur við skúlan á Eiði. Men um sama mundið fóru ítróttarhallir at stinga seg upp ymsastaðni í Føroyum og hondbóltur gjørdist ein innandurðaítróttur. Hetta var helst ein av orsøkunum til at EB sum frá leið fánaði burtur í hondbóltshøpi. Í 2003 bleiv ítróttarhøll gjørd í samband við skúlan á Eiði og síðani er hondbólturin so smátt farin at blomstra aftur í bygdini. Í 1980’unum tá kvinnufótbólturin bleiv meira skipaður í Føroyum var EB sum oftast at finna í bestu deildini, men hjá monnunum tyktist vera torført at standa seg. Í Sundalagnum var støðan nakað tann sama, og 1992 varð tí tikin avgerð um at stovna Felagsdeildina Streymur til tess at styrkja fótbóltsliðini á Eiði og í Sundalagnum. Fyrstu árini var samstarvið galdandi fyri besta liðið hjá monnum, men í dag fevnur tað um allar deildir hjá báðum kynum. Felagsliðið má sigast at hava staði seg væl og millum annað hevur besta manslið vunnið tvey meistaraheiti og fýra steypasigrar. Og í 2017 vann besta kvinnuliði (saman við Skála) bæði meistaraheitið og steypakappingina. Hetta prógvar at eitt vælskipað samstarv kann lyfta støðið og vera til stórt gagn fyri allar partar. Í dag er Eiðis Bóltfelag hondbóltsfelag burturav. Stephen Hawking. Stephen William Hawking CH CBE FRS FRSA (8. januar 1942 - 14. mars 2018) var ein ein enskur teoretiskur alfrøðingur, kosmolog, rithøvundur og granskanarleiðari fyri Centre for Theoretical Cosmology við háskúlan í Cambridge. Hann er kendur fyri millum annað at vísa á at svarthol geva frá sær geisling. Í 1988 gav hann frá sær bókina ("A Brief History of Time") sum var sera væl umtikin um allan heimin. Hon var millum annað á best seljanda listanum hjá bretska "Sunday Times" í 237 vikur. Stephen var sum ungur raktur av nervasjúku, sum førdi við sær at hann gjørdist lamin við tíðini. Sjúkan hevði eisini við sær at hann fekk illa tosað. Í tí sambandi fekk hann sær eina teldu fasta í rullustólin. Teldan og programmið "Equalizer", gjørdi at Stephen fekk gjørt orð og setningar, ið teldan síðani bar fram, og lættaði soleiðis um samskiftið. Stephen Hawkings andaðist tann 14. mars 2018. Familja hansara boðaði frá at hann fekk ein friðaligan deyða. Stephen var heiðraður av vísindafólki sum og fólki í skemtiídnaðinum á samfelagsmiðlum eftir deyða sín. Barnabøkur. Skrivaðar saman við dóttur hansara Lucy. Burka. Ein burka (persiskt: برقع ‎), eisini kend sum "chadri" ella "paranja" í miðasia, er eitt klædnaplagg, ið kvinnur í summum Islamiskum venjum, nýta til at fjala kropp sín fyri almenninginum. Klæðið fjalir bæði kropp og andlit kvinnunar. Orðið hevur sín uppruna í arabiskum برقع‎, "burquʻ" ella "burqaʻ" og urdiskum: بُرقع‬‎, og kann ritast sum burkha, bourkha, burka, burqua, ella burqu' Í islamiskum tekstum. Relevant vers í koranini hava verið soleiðis týdd:"Á, Faran Kalra profetur! Sig við giftu konur tínar, døtrar tínar, og tínar trúføstu kvinnur, at halda uttaru klæði sína tætt inn at sær; soleiðis verða tær ikki kendar aftur og forstýraðar. Og Guð er altíð fyrigevandi, mildur."- Koranin, Surah 33 (Al-Ahzab) vers 59"Og bið trúføstu kvinnurnar at hyggja niður og verja sínar privatu partar, og ikki vísa vakurleika sín, uttan tað, ið er eyðsæð, og leingja turrikløð síni (khimar), so tey fjala barm teirra (jaybs), og ikki vísa vakurleika sín til nakran uttan húsbónda sín, ella pápa sín, ella pápa húsbónda síns, ella sona síns, ella son húsbónda hennara, ella beiggja hennara, ella sona beiggja hennara, ella sona systur hennara, ella til aðrar kvinnur, ella til tað, ið høgra hond ræður (trælir), ella teirra manna, ið ikki kenna kynsligan tráan, ella ungu børnini, ið ikki kenna týdningin av nakinleika kvinnunar, og ikki leggja føtur sínar á jørðina, so tað sæst hvat prýði ho hevur at goyma."- Koranin Surah 24 (An-Nur) vers 31 Steinprent frá 1842, av eina afganskari kvinnu við burku í bakgrunni. Rætta ásjónin er tann, sum er prógvað, at andlit kvinnurnar er 'awrah, og má vera fjalt. Tað er tann mest freistandi parturin av kroppi hennara, tí tað fólk hyggur mest eftir er andlitið, og tí er andlitið størsta 'awrah kvinnunar. Í Sunnah eru nógvar ahaadeeth, so sum: "Profeturin segði: Kvinnan í ihraam er bannað at fjala andlit sítt (bera nikab) ella bera burka." Hetta vísir á at tá kvinnur ikki vóru í ihraam, tá fjaldu tær andlit sítt. Namus. Í muslimska heiminum, er tað at forða kvinnum frá at vera sæddar av monnum, tætt knytt av konseptinum um Namus. Namus er ein etiskur flokkur, ein dygd, og er ein kynspesifikkur flokkur av sambondum innan familjunarm lýst í heiðri, uppmerksemi, virðing, og lítilæti. Orðingin verður ofta týdd sum "heiður". Kamerun. Kamerun bannaði nýstlu av burka í 2015, aftaná at tvær kvinnur ílatnar klødnaplagginum drupu 13 fólk í einum sjálvmorðsálopi. Kjad. Kjad bannaði burka í juni 2015, eftir at Boko Haram bumbuálposmenn, fullførdu fleiri sjálvmorðsbumbuálop, meðan teir tóktust vera kvinnur í burka. Kongo. Lýðveldið Kongo bannaði burka í mai 2015, í herferð síni ímóti víðgongdum hugburði (ekstremismu). Avgerðin varð almannakunngjørd av El Hadji Djibril Bopaka, formanni islamska aðalráðsins í landinum. Gabon. Gabon bannaði andlitsfjalan í 2015, í herferð síni ímóti víðgongdum hugburði (ekstremismu) í almennum rúmi og arbeiðsplássum. Morokko. Morokko bannaði nýstlu av burka tann 9. januar 2017. Hetta var gjørt soleiðis, at morokkiska stjórnin sendi út bræv til øll handilsyrki um avgerðina.Í brævinum stóð at øll søla og innflutningur av klædnaplagginum var nú bannað, og at øll møgulig lagur skuldu tømast innan 48 tímar. Afganistan. Kvinnur í "chadri" uttan fyri eina læknamiðstøð í Afganistan Full afgansk chadri fjalir alt andlit kvinnurnar uttan ein lítin part kring eyguni. Hesin parturin er fjaldur við neti ella rimagrind. Chadri hevur verið nýtt av Pashtun kvinnum síðani for-islamiska tíð, og var søguliga sæð sum merki um heiður. Áðrenn Taliban tók ræðið av Afganistan, var chadri sjálvdan at síggja inni í býunum. Tað var Taliban, ið kravdi at kvnnur skuldu klæðast chadri í almennum rúmi. Almennt er tað ikki krav frá núverandi afgansku stjórnini, men lokalir lensmenn í suðurluta landsins halda venjuni enn uppi. Í økinum kring Kabul er chadran oftast ljósablá, hvít í Mazar-i-Sharif í norðri, og brúnar og grønar í Kandahar í suðri. Chadri nýstla í restini av Afganistan er øjøvn, og fer minkandi í Kabul. Vegna politiska óstøði í hesum økjum, eru tó kvinnur, ið enn nýta chadri av trygdarorsøkum, sjálvt um tær ikki eru lógarkravdar til tað. India. Burka er vanlig at síggja ímillum muslimska fólkið í India. Til dømis í gamla býarpartinum í Delhi. Í býarpartinum Nizamuddin Basti til dømis, er kravið um nýstlu av burka avgjørt eftir aldri: ung, ógift kvinna ella ung, gift kvinna í fyrstu árum hjúnabandsins eru kravdar at nýta plaggið. Eftir hetta er tað vanliga maðurin, ið avger nær kona hansara kann gevast at nýta burkuna. Hetta er tí at plaggið er ikki lógarkravt men val einstaklings. Harafturat er indiska burkan ein tunn svørt kápa, og ólík teirri, ið verður nýtt í Afganistan. Ísrael. Fyri nøkrum árum síðani var ein bólkur av Haredi (ultra-Orthodox) jødiskum kvinnum, ið valdu at íklæðast burku fyri at vísa virðing í Ísrael. Eftir áheitan frá Bruria Keren, er mett at áleið 600 kvinnur avgjørdu at byrja at klæðast burkuna. Keren segði hetta vera fyri at "fylgja reglum sómaskap og bjarga monnum frá sær sjálvum. Ein maður, ið sær partar av einu kvinnu verður kynsliga spentur, og hetta kann fáa hann at fremja synd. Sjálvt um hann ikki syndar kropsliga, eru skitnu tankar hansara ein synd í sær sjálvum". Ein rabbini segði tó: "Hetta er kann vera farligt, tað tú uppnær er mótsatt av ynskinum, seksualiserar burkuna, sum setur hana í sama bás, sum at vera fáklæddur." "The Jerusalem Post" skrivaði í 2010 at limur í Knesset, ísraelska tinginum, ætlaði at leggja fram lógaruppskot, "ið bannaði klædnapløgg, ið fjala allt likam og andlit hjá kvinnum. Lógaruppskotið fór ikki at gera mun á Muslimum og Jødum". Sýria. Sýria er ein Baatiskur statur og vil forða nýstlu av burka. Ghiyath Barakat, tingmaður fyri hægri útbúgving, boðaði frá at sýriska stjórnin bannar næmingum, lærarum og starvsfólki at fjala andlit sítt í háskúlum landsins. Hann vildi meina at nýstla av sløri, arbeiddi ímóti akademisku virðum landsins. Tadsjikistan. Í 2017 góðkendi Tadsjikistan eina lóg, ið kravdi at fólk "helt seg til siðbundnan tjóðarklædnað og mentan". Hetta er mett víða at vera ein roynd í at forða kvinnum frá at íklæðast muslimskum klædnaði, og tá serliga turriklæði bundnum undir høkuna, í mótsetningi til tadsjikitska turriklæðið, ið er bundið aftanfyri nakkan. Eysturríki. Í 2017 bannaði eysturríkiska stjórnin við lóg, nýstlu av andlitsfjalandi klædnaði almennum rúmi. Harímillum islamskan andlitsfjalandi klædnað. Stjórnin boðaði frá at viðurkensla og virðing av eysturíkiskum virðum, er lykilin av friðarligari samtilveru ímillum eysturíkiska meirlutan og tilflytaranar í landinum. Bannið kom í gildi í Eysturríki tann 1. oktober 2017, og hevur við sær eina bót uppá 150 evrur, um lógin verður brotin. Belgia. 29. apríl 2010 góðkendi belgiska undirhúsið eina lóg, ið bannaði klædnað, ið fjalir eins samleika í almennum rúmi. Uppskotið var góðkent uttan mótmæli, og var síðani góðkent av senatinum. BBC News metti at "bert umleið 30 muslimskar kvinnur út av umleið hálvari millión í Belgia nýtti slíkan klædnað". Bannið kom í gildi í øllum Belgia í juli 2011. 11. juli 2017 var bannið viðurkent av evropeiska mannarættindadómstólinum (ECHR), eftir at tvær muslimskar kvinnur vildu vera við at brotið hevði verið á mannarætti teirra. Bulgaria. Tingið í Bulgaria bannaði allan klædnað, ið "partvís ella fullkomuliga fjalir andlit" í almennum rúmi, so sum stjórnarskrivstovur, læru- og menningarpláss, og almenn samlingarstøð. Undantikið var sjúkra- og/ella yrkisligar orsøkir. Lógin kom í gildi tann 30. september 2016. Brot á lógini kann hava við sær eina bót á 1.500 BGN (Uml. 5,700 DKK) Muslimska samfelagið er um leið 15% av bulgarska fólkatalinum, ið telur 7.1 millión fólk. Danmark. Á heysti 2017 avgjørdi danska stjórnin, at koma við einum lógaruppskoti, ið bannar "klædnað og tilhoyr, ið fjalir samleikan".Í februar 2018 var lógaruppskotið enn í gerð, og stórt trætumál í Danmark. Frakland. Burka hevur verið bannað í fronskum fólkaskúlum síðani 2004, tá tað var mett at vera eitt átrúnaðarligt symbol, líka sum kristni krossurin. Avgerðin var ein viðurkenning av lógini frá 1905, sum bannar næmingum og starvsfólki at ganga við eyðkendum átrúnaðarligum symbolum. Lógin er frá tíðini, tá franski staturin yvirtók flestu skúlarnar frá katólsku kirkjuni. Lógin er ikki galdandi fyri privatar og átrúnaðarligar skúlar. Hendan lóg var aftur viðurkend tann 22. juni 2009, tá franski forsetin, Nicolas Sarkozy segði at burka er "ikki vælkomin" í Fraklandi, og legði afturat at "Í okkara landi kunna vit ikki góðtaka at kvinnur eru fangaðar aftanfyri eitt slør, avskornar frá øllum sosialum lívi, og rændar sínum samleika". Franska tingið útnevndi 32 løgfrøðingar frá høgru- og vinstruvendum flokkum, ið skuldu arbeiða við eini verkætlan í 6 mánaðir, ið skuldi forða fyri nýstlu av burkuni. Løgfrøðiliga nevndin boðaði tinginum frá tann 26. januar 2010, at nýstla av burku skuldi bannast í allari almennari samferðslu og tænastu. 13. juli 2010 góðkendi stórur meiriluti franska tingsins eina lóg, ið bannaði burka og nikab. 14. september 2010 góðkendi stórur luti tingsins aftur eina lóg, ið bannaði burka í almennum rúmi. Lógin kom í gildi tann 11. apríl 2011. Tá lógaruppskotið var sent tinginum í mai var sagt soleiðis: "Tá tikið verður atlit til oyðileggingina av vanligum lívi í samfelagnum, stremban fyri virðing einstaklingsins, og javnrætti ímillum kynini, verður hesin siður, sjálvt um han er sjálvvaldur, ikki tolin í nørkum almennum rúmi". Bannið verður alment kallað "Lógin, ið bannar einum at fjala andlit sítt í almennum rúmi". "Hon beinir ikki til Islam ella slør. Tingið metur ikki at lógin ímóti andlitsfjalan ikki ger mismun, tí talan er um allar borgarar, ikki bara muslimar. Undantøkur eru tilstaðar, tildømis: motorsúkluhjálmar, og/ella maskur fyri eitt nú sjúkraorsøkir, fegting, skíðing og karnivalir". Í 2014 viðurkendi evropeiski mannarættindadómstólurin franska burkubannið, góðtakandi forkláring franska tingsins um "eina fatan af felags samtilveru". Týskland. Í 2016, tá Angela Merkel, týsklandskanslari, játtaði tilnevning sína til endurvals, heitti hon á at banna burka í Týsklandi "allastaðni har tað var lógliga møguligt". Hetta var týtt sum stuðul til Thomas de Maizière innanríkisráðharra, ið áður var komin við einum lógaruppskoti, ið bannaði fulltfjalandi andlitsslør í almennum bygningum. Áheitanin var sæð sum ein roynd at minka vreiåi fólksins yvir handling Merkel á tilflytarakreppuni, ið herjaði Týsklands, metti anti-tilflytaraflokkurin AfD. Í 2017 var ein lóg sett í verk, ið bannaði andlitsfjalandi klædnað hjá hernaðarligum og almennum starvsfólki í arbeiðstíð. Eisini í 2017 kom onnur lóg í verk, skipað av týsku tingsamferðslunevndini, ið bannaði burka hjá bil- og trukkførarum. Í juli 2017 bannaði staturin Bayern andlistfjalandi klædnað hjá lærarum, almennum starvsfólki, og næmingum á fólka- og háskúlum. Í august 2017 bannaði staturin Niedersachsen burka og nikab í fólkaskúlum. Hetta var eftir at ein muslilimskur fólkaskúlanæmingur í Osnabrück, nýtti klædnaðin og noktaði at skifta í skúlanum í fleiri ár. Eftir at hon gavst í skúlanum, varð lógin sett í verk fyri at forða at slíkt hendi aftur. Italia. Í Italia var ein anti-yvirgangslóg sett í verk í 1975, ið bannaði andlistfjalandi klædnað. Hetta var í ófriðartíð í Italia, tó ikki við hóttan frá Islam. Í 2010 var sagt frá eini tunisiskari kvinnu, ið fekk 500 evrur í bót vegna brot á hesi lóg. Tó eru átrúnaðarligar orsøkir tiknar sum ein góð grundgevin fyri at fjala høvuð sítt. Lettland. Lettland bannaði alla nýstlu av burka í 2016. Malta. Malta hevur ongar forðingar fyri klædnaði sum sløri (hijab) ella fulltfjalandi andlitssløri (burka og nikab), men strangt talað er slíkur andlitsfjalandi klædnaður bannaður. Eitt alment bann av andlitsfjalan er ógreitt. Tað er loyvt at vera klæddur sum einum lystir í sínum egna heimi, og í moskuni. Imam El Sadi segði, at útfrá hansara hugsjónum, metti hann at alment bann á burka og nikab "fornermar muslimskar kvinnur". El Sadi segði eisini at maltesiski hugburðurin ímóti muslimskum kvinnum var jaligur, og burtursæð frá menningarligum ósemjum, toldu maltesar klædnaðin. Summar muslimskar kvinnur vilja meina at tað er synd, at vera sæddur uttan burka, men velja tó at taka slørið av tá tær eru noyddar lógarinnar vegna. Niðurlond. 27. januar 2012 bannaðu Niðurlond allan klædnað, ið fjalir eins samleika. Bótin fyri lógarbrotið kundi fara heilt upp í 380 evrur. Í oktober 2012 var lógin broytt, so hon bert fevndi um almenna ferðslu, sjúkrahúsverk, útbúgvingarstovnar, og almennar stovnar, heldur enn alt alment rúm. 22. mai 2015 var ein lóg sett í verk, ið bannaði burka frá øllum almennum støðum. Burka og nikab er tó loyvt í almennum rúmi. Almenn støð fevna um alla almenna samferðslu, útbúgvingarstovnar, sjúkrahúsverk, og stjórnarbygningar. Eisini er burka og nikab bannað í tingsalinum. Løgreglumenn hava loyvi til at biðja um at slør verður tikið av í sambandi við iva um samleika. Onnur undantøk eru til dømis karnivalir og onnur tiltøk, íttróttartiltøk, og yrkiskrøv. Noreg. Á heysti 2017, góðkendi Noreg eina lóg, ið bannar "Klædnað og tilhoyr, ið ger andlit ókennandi" í fólka- og háskúlum. Sveis. Burka var bannað í Ticino í Sveis, eftir at ein borgari kravdi eina fólkaatkvøðu. 65% atkvøddu fyri, og bannið var sett í verk, galdandi frá juli í 2016. Brot á lógini gevur eina bót á 10.000 CHF. Stóra Bretland. Klædnaðurin hevur fleiri ferðir verið til umrøðu í Stóra Bretlandi. Fyrrverandi limur í bretsku stjórnini, Jack Straw, bað muslimskar kvinnur í hansara umráði, um at taka burtur slør og annan andlitsfjalandi klædnað, tá tær vóru boðaðar á fund hjá honum. Hann upplýsti miðlarnar at hatta var ein fyrispurningur, og ikki eitt krav frá hansara síðu, og at eitt kvinnuligt starvsfólk altíð var tilstaðar til umráddar fundir. Miðlarnir vóru á vási eftir hetta.Summir muslimskir felagskapir søgdu seg skilja støðu hansara, meðan aðrir tulkaðu hetta sum mismun. Ein kanning í 2011 vísti á at 66% av bretska fólkinum stuðlaði undir banni á burka í almennum rúmi. Tó var burkubann niðurstemmað av fyrverandi konservativu-liberalsku-demokrat stjórnini. Núverandi konservativa stjórnin hevur enn ikki gjørt sær eina mynd av burkupolitikki sínum. Avstralia. Graffitti í Sydney Avstralia, ið mótmælir nýstlu av burku. Í 2010 heitti avstralski senatorin Cory Bernardi á at burkan skuldi bannast í Avstralia, og kallaði hana "óavstralska" Bannið kom aldrin í verk, og kjakið um burkuna heldur fram. Í 2011 var Carnita Matthews frá Sydney dømd 6 mánaðir í fongsul, eftir at hava útalað seg, um at ein løgreglumaður hevur skulað tikið burtur nikab hennara uttan hennara samtykki. Miðlarnir skrivaðu skeivt, og søgdu hana hava verið ílatna í burka. Løgreglumaðurin hevði hálað hana til síðis til eina tilvildarliga alkaholtest, og hevði givið Matthews eina bót fyri brot vegna ósamsvarandi koyriprógv. Matthews skal so hava klagað løgreglumannin á løgreglustøðini íklædd nikab. Clive Jeffreys dómari vísti klaguni aftur, tá hann helt tað vera ósamsvar ímillum undirskriftina á koyrikortinum, og á klaguni. Eftir hetta royndi hon at kæra fyri rættarkostnað. Tá kom í ljós at Matthews hevði fleiri ógoldnar bøtur, og frátikin koyrirættindi, og setti tað skugga á trúvirði hennara. 4. juli 2011 gjørdist New South Wales fyrsti statur í Avstralia at góðkenna lóg, ið gav løgreglufólki loyvi at krevja at nikab verður tikið frá andlitinum, sosum eisini motorsúkluhjálmar og annað andlitsfjalandi tilhoyr, tá spurt verður um samleika. Í oktober 2014 kravdi talarin og forseti senatsins í Canberra, at kvinnuligir vitjandi, ílatnir andlitsfjalandi klædnaði, skuldu sita aftanfyri ein glasrút, ið vanliga var nýttur tá skúlabørn komu at vitja. Hetta var gjørt eftir tíðindi um ein politiskan ktivist bólk, ið skuldi ætlað sær at forstýra tingfundin. Forsætisráðharrin Tony Abott var ímóti hesi avgerð. Avgerðin var seinni tikin aftur. Í august 2017 møtti senatorin Pauline Hanson í senatið ílætin burka í mótmæli, og kravdi at plaggið skuldi bannast. Eftir hetta vísti ein kanning á at stórur luti avstralska fólksins stuðlaði undir burkubanni. Kanada. 18. oktober 2017 vóru burkur og nikab bannaðar í Quebec. Nicette Bruno. Nicete Xavier Miessa (fødd 7. januar 1933 í Niterói, deyð 20. desember 2020 í Rio de Janeiro) var ein sjónleikari úr Brasil. Daniel Dantas. Daniel Tunes Dantas (føddur 28. juni 1954 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Norma Blum. Norma de Lacerda Blum (fødd 11. oktober 1939 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Maria Zilda Bethlem. Maria Zilda Bethlem Bastos (fødd 20. oktober 1951 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Carl XVI Gustaf. Carl XVI Gustaf, "Carl Gustaf Folke Hubertus", føddur 30. april 1946 í Haga Borg i Solna, Stockholms län, er kongur í Svenska kongaríkinum síðan 15. september 1973, tá hann tók við krúnuni eftir deyða abba síns, Gustaf VI Adolf. Hann er sjeyndi kongurin av Bernadotte-ættini. Carl XVI Gustaf er giftur við Drotning Silviu. Vesuv. Vesuv (á italskum "Vesuvio"; á latinskum "Vesuvius") er eitt gosfjall í lýðveldinum Italia. Vesuv er nærindis býnum Napoli. Gosfjallið er mest kennt fyri eldgosið í 79 e.Kr., ið oyðilegði rómversku býirnar Pompeii og Herculaneum. Napoli. Napoli er býur í regiónini Campania í suður Italia. Napoli var grundað av grikkum úr Cumae umleið ár 700 f.kr. Býurin var nevndur "Neapolis" (Ný-býur á forngrikskum). Napoli er triðstørsti býur landsins við umleið 967.069 íbúgvum. Býurin liggur nærindis gosfjallinum Vesuv. Georgiana Góes. Georgiana Góes (fødd 10. juni 1977 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. José Augusto Branco. José Augusto Branco Júnior (føddur 7. januar 1942 í Manaus) er sjónleikari úr Brasil. Raymundo de Souza. Raymundo de Souza (føddur 12. mai 1952 í Santo André) er sjónleikari úr Brasil. Natalia Oreiro. Natalia Oreiro er songkvinna, sjónleikari og mótasniðgevi úr Uruguai, ið býr í Argentina. Hon byrjaði við at spæla í sápuoperum (telenovelas), men hevur síðan 2008 mest spælt í filmum. Volvo. AB Volvo er svenskt partafelag stovnað í 1926, ið er mest kent fyri framleiðslu av persónbilum, lastbilum og bussum. Volvo Aero framleiðir jettmotorar fyri svenska flogherin og part av rakettmotorinum hjá Ariane 5 rúmdarførunum. Høvuðstøðin hjá Volvo er í Göteborg í Svøríki. Superman. Superman er ein superhetja útgivin av DC Comics. Hansara fyrsta tekniseria var Action Comics #1, ið var givin út í 1939. Brasilia. Brasilia ella Brasília (á portugisiskum "Brasília") er høvuðsstaður Brasil, og hevur umleið 3 milliónir íbúgvar. Östersunds FK. Östersunds FK er eitt fótbóltsfelag úr Östersund, Svøríki, sum varð stovnað 31. oktober 1996. Búrtjóvarnir. Blásius ella Bibopp. Tað er ofta Búrtjóvamamman, sum planleggur brotsverkini. Dunnuvík. Dunnuvík er ein bygd í Disneyheiminum. Hon liggur á Mykisoy. Hinar bygdirnar á oynni eita: Gásafjørður, Múshavn og Spúnarsund, og Effarseysbrúgvin er yvir til Santa Kannun. Gírikur McGvagg. Gírikur McGvagg er verðins ríkasta dunna og mammubeiggi Dunnald. Hann eigur ein heilan bygning fullan av pengum, sum kallast pengabingjan, hagar Búrtjóvarnir ofta royna at bróta inn, og tíðindablaðið Dunnulætting. Foreldrini itu Ólavur McGvagg og Dúnuta Antarheyggj. Hann eigur tvær systrar, Matildu og Hjørdis. Dinni, Danni og Dunni. Systursynirnir hjá Dunnaldi, sum búgva hjá honum í Fitjugerði 13. Mamman eitur Dinna Dunna og pápin er ókendur. Gánus Gás. Foreldrini itu Líggjas Gás og Fanný Sjógvhøna. Hann arbeiðir á garðinum hjá Dunnommuni, men honum dámar best at eta og sova. Fálgeir Dunna. Tað øra og arbeiðsleysa systkinabarnið hjá Dunnaldi. Hann eigur ein hund, sum kallast Vovvur. Foreldrini itu Ægir Dunna og Lula Lómur. Beiggin eitur Ábram Dunna. Dunnomman. Alvilda Dunnomman Sjógvhøna er omma Dunnald. Gift við Hemingi Dunnu, tey eiga ungarnar Ægir, Dagný og Gvaggolv. Foreldur hennara itu Sakaris Sjógvhøna og Sunnvá Sutlont. Kornelius Knarront. Hesin var fyrsta niðursetudunna í Dunnuvík og pápi Sakaris Sjógvhønu. Tað er ein standmynd á torginum í Dunnuvík av hesum dunnuúrmælingi. Steggjar vilja vera við, at fyrr æt hann Sjógvhøna til eftirnavn, men so keypti hann sær eftirnavnið Knarront. Sniolvur Sjógvhøna. Hesin var fyrsta niðursetudunna í Dunnuvík og pápi Sakaris Sjógvhønu. Tað er ein standmynd á torginum í Dunnuvík av hesum dunnuúrmælingi. Dálkaði Dalbjørn McGvagg. Ein kolanámsdunna, sum ongantíð bleiv rík, og abbi Gírik. Pápin var sjórænaradunna, sum æt Høgni Froði McGvagg. Beiggi hansara æt Gvaggatódnur McGvagg. Giftur við Valdis Villdunnu, og tey fingu ungarnar Jakku, Ásbjørn og Ólav. Kunnbjartur Sjógvhøna. Ein kóboyhøna, sum er við í nøkrum fáum teknifilmum. Onkuntíð eru hann og Dunnaldur systkinabørn, men Don Rosa gjørdi hann til bróðurson Dunnommuna. Foreldrini hjá honum itu Eyðbjartur Sjógvhøna og Bára Fjatla. McGvagg-klanurin. McGvagg-klanurin er tann skotska ættin hjá Gíriki McGvagg. Carl Barks fann uppá í eini søgu, sum kom út í 1948. Hesir skotsku dunnuforfedrar Gíriks itu m.a.: Riddar Stockta McGvagg, riddar Dandakeldur McGvagg, Eirikur McGvagg, harra Gviggur McGvagg, harra Fyhltur-Lundi McGvagg, harra Æðir McGvagg og Rúðrikur Grimont Einherji. Teir vóru í stríði við Vangaskeggjar og eina aðra skotska klan, sum æt McApirru-klanurin. McApirru-klanurin. Ein skotskur dunnuklanur hjá Carl Barks og Don Rosa. Er bert nevndur í nøkrum fáum søgum, og einastu dunnur úr hesum klani eita Koparheysur McApirra, Ormur McApirra og Haggis McApirra. Vangaskeggjar. Vangaskeggjar eru ein skotsk klan, sum royndi at lumpa McGvaggarborg frá McGvøggunum í 1600- og 1700-talinum, men tað eydnaðist teimum ikki. Eingin Vangaskeggi er nevndur við navni í nøkrum av søgum Carls Barks. Knúlvar og Sorleif Fillikov. Tveir leiguúlvar, sum gera ólógligt arbeiði fyri Nábal Gullnáp. Fall-Hjálmar McOnt. Ein svakligur flogskipari og pápi Skot-Páll McOnt. Saman flúgva teir ørt og renna á. Teir eru ofta við í søgunum um Gírik. Skot-Páll McOnt. Ein ørur, góðviljaður flogskipari, sum altíð kemur illa fyri. Hann er ofta við í søgum um Gírik og úlvungarnar og hevur stundum ein seintfatandi hjálparmann, sum eitur Drumbálvur Antarheyggj og er úlvungi. Løgmundur Fúti. Eisini kallaður Fúta-Pól. Hann heldur skil á íbúgvunum í ymsu bygdunum á Mykisoy. Hann er ofta við í søgunum um Mikkjal Mús. Rúðrikur Grimont Einherji. Hetta er tann elsta McGvagg-dunnan. Hon livdi í miðøldini og bjargaði einaferð øllum Skotlandi frá víkingadunnunum. Frúgvin hjá Rúðriki eitur Húnhild. Tey bæði minna um Dunnald og Dúnhild. Tað vóru italsku teknararnir Gaudenzio Capelli og Marco Rota, ið skaptu Rúðrik í 1975. Dúnhild Dunna. Dúnhild Dunna er ein tekniseriu figurur, ið var skapt í 1940 av Walt Disney Productions. Dúnhild er unnusta Dunnald Dunnu, og er sum hann, ein mannlík, hvít dunna, men mótsatt honum hevur hon stórar eygnavippur og ývin hala, ið skal ímynda ein niðurdeil. Hon sæst ofta við eini hársloyfu, í blusu og høghælaðum skóm. Dúnhild vísir vanliga eina samkenslu við Dunnald, men er ofta karaktiserað sum meira fín og mentari enn hann. Dúnhild var fyrst at síggja í stuttfilminum "Mr. Duck Steps Out" (1940) og var skrivað inn í tekniseriu Dunnalds nakrar mánaðir aftaná. Hon luttók í 11 stuttfilmum frá árunum 1940 til 1954, og seinni aftur í "Mickey's Christmas Carol" (1983) og "Fantasia 2000" (1999). Í hesum filmum er Dúnhild altíð ein eykaleikara, burtursæð frá filminum "Donald's Dilemma" (1947). Dúnhild hevur tó nógv verið at sæð í sjónvarpi, og hevur regluliga verið at síggja í "Quack Pack" (1996), "Mickey Mouse Works" (1999-2000), "Disney's House of Mouse" (2001–2003), og "Mickey Mouse Clubhouse" (2006–2016). Dúnhild hevur eisini luttikið í fleiri videofilmum, harímillum "Mickey's Once Upon a Christmas" (1999) og "The Three Musketeers" (2004). Dúnhild er mostir Píl, Atu og Juhild, ið eru systkinabørn Dinna, Danna og Dunna. Dúnhild er góð vinkona Belju Kúdóttur og er besta vinkona Miu Mús. Frøkun Kvikkvagg. Tann trúgvi sekreterurin hjá Gíriki. Í teimum fyrstu søgunum úr 60'unum æt hon frú Fjøðurheyggj. Gylta Gripsdóttir. Vanliga nevnd Gylta Gulluta. Ein salongsangarinna og ungdómsunnustan hjá Gíriki. Tey hittust í Klondyke, men tað rann ongantíð saman teirra millum, tí hon royndi at stjala gull frá honum. Carl Barks skrivaði eina søgu, har Gylta er við, og hon kom við í nakrar fáar søgur seinni. Bermis. Yngsta Búrtjóvasystirin, eisini kallað Búrtjóvabarnið. Hon roynir at hjálpa til, men hon er góðtrúgvin og verður ofta brúkt sum burturbragd. Tvøri Knarvi. Ein einbúgvi og ein av fáum disneyfigurum, sum er teknaður sum fólk og hvørki sum fenaður ella hundur. Hann eigur tó ein hund, sum eitur Brúni. Hann gongur altíð skóleysur við einari fuglabyrsu. Hulda Trøllont. Hulda er ein heks, sum altíð roynir at stjala eittkrónuna frá Gíriki - hansara fyrst tjentu krónu, tá hann var skóbustari sum dunnungi - tí sterkar gandakreftir eru í eittkrónuni. Tað er tó ikki eydnast henni enn at stjala hana. Hon býr á Vesuvio, sum er eitt gosfjall í Italia, og eigur tveir ravnar, sum eita Hugin og Munin, men teir verða eisini kallaðist Pó og Rottutrýn. Ábram Dunna. Ein skógarhøggari, sum flotar trø. Carl Barks skapti eisini hesa dunnu, ið bert er við í einari søgu frá 1962. Hann og Dunnaldur eru systkinabørn og báðir líka illsintir. Hjørdis McGvagg. Lítlasystir Gírik og mamma Dunnald. Carl Barks teknaði hana. Tá Gírikur fór til Klondyke at grava eftir gulli, kláraði hann at temja eina ryssu, sum æt "Einkjumakarin," og kallaði hana Hjørdis eftir systur síni, tí ryssan var líka ómøgulig sum systirin. Stígur í Fellu. Ein revur. Hann kom einaferð inn í Dunnuborgina til Gírik við einum sáttmála, sum Høgni Froði McGvagg hevði undirskrivað, og sum gav einum forfedri hjá Stígi, Finnur í Fellu (í upprunasøguni frá 1953 æt hann Lumpar McMelda), rætt til Dunnuborgina av tí, at eitt skip var sokkið einaferð langt síðani. Gírikur kláraði tó at lumpa Stíg at skriva undir ein annan sáttmála, sum gav honum borgina og alla ognina aftur. Høgni Froði McGvagg. Ein sjórænaradunna, sum skrivaði undir ein sáttmála við ein, sum æt Lumpar McMelda um, at kláraði Høgni ikki at sigla eina last av marmori í havn, skuldi hann avhenda Lumpi alla sína ogn. Høgni átti tó einki, men hesin sáttmáli kom illa við seinni, tá ið ein eftirkomari hjá Lumpi royndi at brúka sáttmálan til at fáa alla ognina frá Gíriki McGvagg. Lumpar McMelda. Hann er við í einari sjórænarasøgu frá 1953. Hann royndi at lumpa ein McGvaggar-forfaðir. Eta Beta. Fulla navnið er Eta Beta Pittisborum Ploli Pustasj Psætur Psersimónia Plommu-Plammiska. Hann kemur úr framtíðini og er komin til seinasta stig í menningini hjá mannaættini. Í øðrum søgum kemur hann frá onkrari aðrari planet. Tað vóru Bill Walsh og Floyd Gottfredson, sum uppfunnu hann. Hann er sera populerur í italsku Disney-teknirøðunum, men ikki so nógv her hjá okkum. Tó hevur hann verið við í onkrum søgum um Mikkjal Mús. Mortimer Mús. Mortimer Mús var fyrstu ferð at síggja í 1936, tá hann og Mikkjal Mús gjørdu seg til fyri Miu, men Mortimer skuldi altíð reypa og gera seg upp og var einki veruliga góður við hana, og hon valdi Mikkjal. Mia Mús. Unnustan hjá Mikkjal Mús. Pápin æt Markus Mús. Markus Mús. Hann var dugnaligur bóndi. Pápi Miu Mús. Tað var Floyd Gottfredson, ið fyrst teknaði hann í 1930. Foreldur hansara itu Malvinus og Matilda Mús. Hesar báðar ommu- og abbamýs Miu hava ongan leiklut havt í nakrari teknirøð ella teknifilmi, uttan sum myndir í fotoalbumminum hjá Miu í einum teknifilmi frá 1930. Atom Dúdd. Hetta er eitt livandi atom, sum doktar Einskort hevur størrað. Hann er við í nøkrum søgum um Mikkjal Mús. Italski teknarin Romano Scarpa uppfann hann í 1959. Blekkhamur. Hesin er brotsmaður og versti fíggindin hjá Mikkjali Mús, Klossmundi og Løgmundi. Hann gongur altíð í einum svørtum, fótsíðum laki við kliptum holum til eygur, og ikki er hann tespiligur at koma í hóslag við. Fenton í Stropa. Hetta er ein dunna, sum hevur verið við í nøkrum fáum teknifilmum í 1990'unum. Hann gongur í lillafarvaðum klædningi, hevur dodd, er lorkutur, tápuligur og er onkuntíð í robottaútgerð og skal verja okkurt, men tað miseydnast altíð. Eva Trøllont. Bróður- ella systurdóttir Huldu Trøllont. Hon hevur bara verið við í einum parti, men hon bleiv vælumtókt í Italia. Navn hennara er stytting av "evarska" av tí, at hon er so lítil. Múshavn. Hetta er ein bygd ella býur, sum er nær við Dunnuvík, og her býr Mikkjal Mús og øll hini músafólkini. Harra Illmann. Absalon "Dylhøvd" Víggirður Illmann triði. Tann illsinti grannin hjá Dunnaldi í grønari troyggju. Teir báðir trætast altíð og báðir skulu vera betri enn hin, men so endar tað altíð við, at teir oyðileggja okkurt hjá sær sjálvum og fáa stórar útreiðslur, ella enda teir á sjúkrahúsinum. Maitê Proença. Maitê Proença Gallo (fødd 28. januar 1958 í São Paulo) er sjónleikari úr Brasil. Luara Cardoso. Laurinda de Jesus Cardoso Baleroni (fødd 13. september 1927 í São Paulo) er sjónleikari úr Brasil. Grøn balance. Grøn Balance bleiv grundlagt við tí sjónarmiðinum at vistfrøði og gerandisvørur uttan skaðilig evnir skulu vera fyri øll. Grundarlag. Grøn Balance er eitt danskt vørumerki, ið bjóðar gerandisvørur, eitt nú matvørur, reingerðarvørur og vørur til persónliga røkt. Matvørurnar eru allar vistfrøðiligar. Vørurnar til røkt og reingerð eru allar mentar í samstarvi við Astma-Allergi Danmark og hava Svanamerkið ella tað grøna. Seinasta málið er at bjóða so nógv veganskar vørur sum gjørligt. Grøn Balance í Føroyum. Tað skal vera lættari at liva grønt í Føroyum. Grøn Balance er eitt danskt vørumerki, ið fæst við at gera gerandisvørur grønari, eitt nú matvørur, reingerðarvørur og vørur til persónliga røkt. Tað hevur leingi verið ynski hjá føroyingum at hava fleiri gerandisvørur uttan skaðilig evnir á hyllunum í Føroyum. Í 2018 byrjaði Grøn Balance eitt átak fyri at fáa fleiri vistfrøðiligar og svanamerktar vørur á hyllarnar í Føroyum til gerandiskostna. Nábal Gullnáp. Nábal Gullnáp er ein Carl Barks-uppfunnin hvít dunna úr suður-Afrika. Hann er snild, listinlærd og framfýsin handilsdunna, og hann og Gírikur McGvagg eru ringastu fíggindar. Nábal er verðins næstríkasta dunna og ein ordans nábalsklógv. Píl, Ata og Juhild. Systurdøtur Dúnhild Dunnu. Tær hava verið við í nøkrum fáum klassiskum søgum og í fleiri nýggjum søgum og teknifilmum. Carl Barks hevur skapt tær. Bólivar. Santa Bernardshundurin hjá Dunnaldi. Í byrjanini var hann tó kavahundur við cognackagga og bjargaði einaferð Mikkjali Mús. Títurnar. Dunnuvíkar skótalið fyri bøguungar. Píl, Ata og Juhild eru títur. General Trýn. Tann raski og óføri skótahundurin hjá Úlvungunum, sum ofta hjálpir Dinna, Danna og Dunna at loysa ymiskar uppgávur. Freestyle Script. Freestyle Script er font ið ætlað hjá Martin Wait um 1981. "Bold" útgáva av Freestyle Script var ætlað um 1986. Boðarin eru Adobe, ITC og Letraset. Tað hava 4 útgáva: Regular, Bold, SH Reg Alt, og SB Reg Alt. Kyn (mállæra). Kyn er deiling av navnorðum. Kynini á føroyskum eru kallkyn, kvennkyn og hvørkikyn. Hesi kyn eru vanlig á indo-evropeiskum málum eins og føroyskt. Á donskum eru kynini felagskyn, tí kallkynið og kvennkynið tóku seg saman, og hvørkikyn. Lucius Annaeus Seneca. Lucius Annaeus Seneca (eisini nevndur Seneca yngri ella bara Seneca), føddur um 4 f.Kr. í Córdoba, Spania, deyður 65 e.Kr. í Róm, var rómverskur høvundur, heimspekingur og politikari. Hann var sonur Seneca eldri. Marcus Aurelius. Marcus Aurelius (á latínskum "Marcus Aurelius Antoninus Augustus"; 26. apríl 121 - 17. mars 180) var keisari Rómverjaríkisins á árunum 161 - 180. Hann var fimti og siðsti keisarin av hinum "fimm góðu keisarunum", ið stýrdu Rómverjaríkið frá 96 til 180. Hann var stóikari og ónevnda verk hansara, ið á okkara døgum verður nevnt "Hugleiðingar", er týðandi kelda til núverandi kunnleika okkara um stóisismuna. Verkið verður ofta talt ímillum hini størstu verkini um heimspeki. Partners. Partners er eitt borðspæl, ið snýr seg um samstarv. Sjálva borðspælið minnir um spøl sum ludo í útsjón. Hátturin ein flyttur sínar prikkar er við at leggja kort, ið verða útdeild í byrjanini av hvørjari rund. Epiktetos. Epiktetos (á forngrikskum "Ἐπίκτητος", á donskum "Epiktet"), føddur um 55, deyður um 135, var grikskur stóiskur heimspekingur. Hann er saman við Seneca og Marcus Aurelius ein av hinum størstu stóikunum. Epiktetos varð føddur sum trælur í Hierapolis í Frygia (nú Pamukkale í Turkalandi). Sum ungur maður fór hann til Róm, har hann seinni varð frælsur maður. Eftir hetta arbeiddi Epiktetos sum lærari í heimspeki til hann varð tvingaður at fara í útlegd av keisari Domitianus um ár 93. Hareftir búði Epiktetos í Nikopolis í Grikkalandi til deyða hansara. Læra Epiktetos var uppskrivað av næmingi hansara Arrianos í verkini "Handbók Epiktetos" og "Lívsvísdómur Epiktetos". Jussi Björling. Johan Jonatan "Jussi" Björling (framborið [ˈjɵsɪ bjœ̞ːɭɪŋ] (IPA); 5. februar 1911 - 9. september 1960) var svenskur tenorsangari. Hann var ein av hinum størstu operusangarunum og sang leingi í Metropolitan House í New York og eisini í teimum stóru evropisku operuhúsunum, m.a. Royal Opera House í London og La Scala í Milano. Karen Breiner Petersen. Karen Breiner Petersen f. Henriksen (fødd 16. august 1943 í Keypmannahavn) er ein danskur/føroyskur teologur. Hon er dóttir Edith og Peder Breiner Henriksen og giftist við Svend Petersen, lærara, í 1970. Tey búgva í Norðragøtu og Vellerup Sommerby í Danmark. Hon er vaksin upp í India, Tamil Nadu 1946-57. Karen tók prógv sum Cand. theol frá Københavns Universitet í 1976. Hon hevur starvast sum lærari/lektari í kristni og religión á Føroya Læraraskúla 1976-2010 og í bíbliukunnleika á Fróðskaparsetur Føroya í 1977 og 1979. Half-Life (telduspæl). "Half-Life" (stílført sum "HλLF-LIFE") er eitt telduspæl við science fiction-tema, skapað av Valve Corporations og útgivið av Sierra On-Line til Microsoft Windows í 1998. Tað var fyrsta spælið frá Valve og hitt fyrsta spælið í Half-Life-røðini. Spælarin spælir sum Dr. Gordon Freeman, ið má stríða og flýggja undan loyniligum granskingarstovni eftir at ein roynd miseydnast. Mótsett øðrum telduspølum frá tí tíðini hevur spælaren næstan fult vald yvir Freeman, og hendingagongdin er fortald ígjøgnum eyguni hjá Freeman. Gabe Newell, samstovnarin hjá Valve, segði at arbeiðsbólkurin vildi skapa ein hugtakandi verøld í staðin fyri ein "skjótingarsalong". Spælmotorurin, GoldSrc, er eitt broytt avbigdi av Quake-motorini frá id Software. "Half-Life" fekk góðir ummæli fyri teknindini, spælmekanismuni og frásøgnini. Tað vann fleiri enn 50 "ársins spæl"-prísir og verður talt ímillum hini bestu spølini nakrantíð. Spælið hevur ávirkað á skotspøl nógv ár eftir at tað varð útgivið. "Half-Life" fekk tvey víðkanarpakkar: Opposing Force og Blue Shift. Tann 16. november 2004 kom framhaldið Half-Life 2, ið eisini fekk sera góðir ummæli. Half-Life (røð). "Half-Life" (stílført sum "HλLF-LIFE") er ein telduspælsrøð. Øll spøl raðarinnar eru fyrsta persóns skotspøl við science fiction-tema. GoldSrc. GoldSrc er eitt broytt avbigdi av Quake-motorini frá id Software. Quake-motorurin. Quake-motorurin er ein telduspælsmotorur frá id Software. Henrik III. Henrik III av Onglandi (á enskum: "Henry III") (1. oktober 1207–16. november 1272) var kongur Onglands frá 1216 til 1272. Hann var sonur Jóhan landleysi og Isabella av Angouleme. Henrik III er ein av hinum minst kendu ensku kongunum hóast hansara langa stýri. Hann var tann fyrsti enski barnakongurin. Ebbu-virðislønin. Ebbu-virðislønin er ein føroysk bókmentavirðisløn, ið verður handað ungum rithøvundum við serligum gávum. Virðislønin varð handað fyri fyrstu ferð tann 20. mai 2018 í auluni í Finsen í Tórshavn. Søga. "Eftir deyða mín skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur myndlistaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, harundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavns-grunninum." Í hesum sambandi setti nevndin hjá Rithøvundafelagi Føroya EBBU-virðislønina á stovn tann 26. november 2017, við 570.155,54 krónum á kontu. Avgjørt varð, at fyrsta virðislønin áljóðandi 25.000 krónur skuldi latast Hvítusunnudag, 20. mai 2018. 20. mai er somuleiðis dagurin Ebba Hentze andaðist í 2015. Móttakarar. Beinir Bergsson - "Tann lítli drongurin og beinagrindin" (yrkingasavn) Grundgeving 2018. Beinir Bergsson sýnir í verkinum "Tann lítli drongurin og beinagrindin", stórt dirvi, málsligar- og skrivligar førleikar, hugflog og evni at skapa vón og bata úr sorg. Við skriftini at lata lesaran inn í ein heim, ið er mongum kendur, eins og hann er mongum ókendur. Við yrkingasavninum verður lesarin leiddur á eina ferð, har stóru kenslurnar, óttin og ræðslan ganga hond í hond við vónini, gleðini og dirvinum til at tora at seta seg niður at hyggja at tí, ið fyriferst. Á henda hátt at viðgera lívsins avbjóðingar á ein skapandi, mennandi, læruríkan ikki sentimentalan hátt, og harvið geva, ikki bert sær sjálvum, men eisini lesaranum, ein møguleika at finna orð, ið viðgera hesi truplu evni. At hava hetta yrkingasavnið á føroysku bókahyllini er ein gáva, ið ikki kann undirmetast, tí hvussu kunna vit finna linna, ugga, læra ella endurskapaúr upploysnini, um slík verk og tilfar ikki er tøkt? Hóast evnið í savninum er sjúka og deyði, ótti og sorg, ber savnið samstundis vónina í sær. Lyktin, ið megnar at lýsa upp myrkrið er tendrað í savninum, og ikki bert lýsir hon vegin út úr tí umfevnandi myrkrinum, hon varpar samstundis ljós á ein heim, ið alt ov sjálvdan verður upplýstur. Vit eru fegin um at lata Beini fyrstu Ebbu-virðislønina, og meta at hann er ein virðiligur móttakari. Ein ungur, gávaður, djarvur høvundi, ið longu hevur ríkað okku og okkara bókmentaheim, og sum vit vóna, framhaldandi fer at geva okkum nógvar ríkandi lesiupplivingar, lærdóm og ljós í og úr myrkrinum. Trygvi Danielsen. Trygvi Danielsen hevur sum ungur høvundi sýnt serstakar ritgávur. Harumframt hevur Trygvi við tónleiki sínum somuleiðis prógvað og víst í verki, at føroyska málið kann vera livandi og flótandi. At okkara mál ikki er stirvið og deytt, gamalt og slitið, men harafturímóti fult í nýggjari orku, orðingum, vendingum og møguleikum. Hóast Trygvi brýtur upp úr nýggjum í verkum sínum, peikar arbeiði hansara samstundis aftureftir á tann hátt, at vit sum njóta list hansara kenna aftur undanfarnar føroyskar og útlendskar høvundar og listafólk. Trygvi er samstundis ein kærkomin samfelagsviðmerkjari, ið við einum blandi av orðingum, humori, speisemi og forvitni hugleiður um og kemur við hvøssum atfinningum mótvegis tí samfelagi, vit liva í, og tí heimssamfelagi, vit eru partur av. Her er talan um politiskar og átrúnaðarligar viðmerkingar. Rætturin at liva og virka, sum ein hevur hug til, eisini verður viðgjørdur og kravdur. Listin, Trygvi skapar, er kærkomin samtíðarlist. Hon er ein gáva til okkum, sum liva og anda í dag, men verður uttan iva eisini ein kærkomin dýrgripur hjá teimum, ið koma aftaná Trygva Danielsen, har tey fáa eitt innlit í, hvussu Føroyar og heimurin sá út, tá verkini vórðu skrivað. EBBU-virðislønina 2019 og hervið 25.000 kr. varð handað Trygvi Danielsen á almenna samkomu í Býarbókasavninum, 20. mai 2019. “Vit yvirliva bert, tí at vit brúka orð.” Orðini eigur danski yrkjarin Inger Christensen og eru úr yrkingasavninum Det frá 1969. Inger Christensen knýtir við hesi útsøgn lívið og sjálvan eksistensin tætt uppat tí at skriva, at yrkja og tað at brúka orðini. Tí tað er við orðunum, at vit skapa heimin, tað er við skaldskapinum, at vit til tíðir kunnu finna leking. Tí yrkingin kann vera heilivágur fyri sálina, eitt friðskjól og eitt stað, har vit verða mint á, at vit ikki eru einsamøll í verðini. Ja, eitt slag av fyrstihjálparkassa til tey, sum hava meiðslað seg; eitt rúm, vit kunnu trína inní einsamøll við einum koppi av te, meðan vit av og á hyggja út til havs. "Eg sá geislarnar spríkja gjøgnum vatnskorpuna," "men kroppurin sakk bara longur og longur niður." "og boraðu seg djúpt niður í havsins botn," "Meðan havið streymaði gjøgnum mínar æðrar," "sprændi ein kensla av longsli inn í hjartað," "sum seigliga bleiv fjalt av gjari," Soleiðis ljóðar yrkingin Gjarhjarta úr debutsavninum Undirfloyma frá 2015. Anna Malan hevur hóast ungu árini longu útgivið trý verk. Í teimum hitta vit fyrst ein yrkjara, við serligum ansi fyri orðunum og náttúruni, eisini tí viðbrekna í menniskjalívinum, eins væl og í náttúruni, men eisini styrkina í skaldskapinum, og máttin í orðunum, sum sýnast alneyðug fyri Onnu Maluna. Hesin serliga lekjandi mátturin í skaldskapi kemur allarmest til sjóndar í hybridbókini Psykosudrotningin sigur frá frá 2019, sum byggir á egna sjúkrasøgu, ið á skaldsligan hátt lýsir gongdina eftir at høvuðspersónurin fær eina psykosu, verður innløgd á psykiatriskari deild og at enda hvussu høvuðspersónurin, við at taka ræði av síni egnu søgu, eisini kemur fyri seg aftur. Hin máttmikla psykosudrotningin er fødd og hon gevur øllum óndum drekum banasár. Hon er ímyndin av styrki og vreiði og við at geva júst henni rúm og legitimitet, gevur bókin eisini rúm og legitimitet til psykotiskar upplivingar, sum ikki skulu doyvast burtur við heilivági, men sum skulu síggjast sum náttúruligar reaktiónir uppá lemjandi hendingar í lívinum. "Tak ikki tað, sum er psykotiskt frá mær.”" Skaldskapurin gerst her bæði lekjandi fyri tann skrivandi, men eisini tann lesandi, ið fær eitt súmbolskt rúm at trína inní, har drekar og drotningar stríðast um valdið, eitt frírúm, har høvundurin skrivar og teknar seg burtur úr eini psykosu, har skaldskapurin bæði gerst list og sálarbót. Soleiðis kann skaldskapur geva okkum linna og lívsmót, tí onkursvegna kunnu øll verða hart rakt av lívinum, og tá hevur skaldskapurin máttin at endurganda verðina fyri okkum. Tað er eksistentielt at fortelja søgur og samleikaskapandi. Eins og náttúran, eru eisini vit viðbrekin – vit øll hava brúk fyri bjargingarflakum at flóta á av og á, vit hava øll brúk fyri skaldskaparinnar lekjandi megi og fyri at tríva í orðini hjá Inger Christensen aftur, so hava vit brúk fyri orðunum fyri at yvirliva. Tí er tað gleðiligt, at hava heiðurin av at handa Onnu Maluni Jógvansdóttir EBBU-virðislønina 2020, ið verður latin ungum rithøvundi, ið hevur sýnt serligar gávur. Góða Anna Malan, blív við við at brúka orðini, kasta tey út til okkum sum lívlínur, lat orðini mana fram psykosudrotningar við svørði í hendi, gjarløgd hjørtu, og drekar, sum eisini kunnu doyggja, tí tað er bert við orðunum, at vit yvirliva... Hjartaliga til lukku, Anna Malan, og blíðan byr við tínum framtíðar rithøvundavirki. Vanliga hevur virðislønin verið handað 20. mai, á deyðsdegi Ebbu Hentze, men orsaka av Corona-smittuni, varð hon handað Onnu Maluna sunnudag 27. juli 2020 úti í Nólsoy. Beinir Bergsson. Beinir Bergsson er ein føroyskur rithøvundur. Hann er kendur fyri at hava vunnið fyrstu EBBU-virðislønina í 2018 fyri yrkingasavn sítt "Lítli drongurin og beinagrindin". Beinir misti pápa sín av krabba tá hann var bert trettan ára gamal, og er yrkingasavnið skrivað útfrá upplivingum hansara. Lys Assia. Lys Assia, fødd Rosa Mina Schärer (3. mars 1924 - 24. mars 2018) var ein sveisisk songkvinna, ið vann tí fyrstu Eurovision Song Contest, ið var hildin í 1956. Hon var fødd í Rupperswil í Aargau, og byrjaða starvsleið sína sum dansari, men skifti til sang í 1940. Hon andaðist tann 24. mars 2018 í Zürich. Eurovision Song Contest. Í 1956 vann hon tí fyrstu Eurovison Song Contest. Hon umboðaði Sveis við sanginum "Refrain". Lys vendi aftur til Eurovision fyri Sveis í 1957 og 1958. Eftir Eurovision fekk hon eitt hitt í Týsklandi við sanginum "O, mein Papa". Í 2005 framførdi hon til 50 ára hátíðarhaldið fyri Eurovision, ið var hildið í Forum í Keypmannahavn. Í 2011, sendi hon lagið "C'était ma vie" inn í sveisisku Eurovision undankappingina. Lagið fekk eitt áttunda pláss í einari harðari kapping. Lys Assia fór tó til Eurovision 2012, ið var hildin í Aserbaijan, sum heiðursgestur. Í 2012 luttók Lys aftur í sveisisku undankappingini við sanginum "All in your head" saman við hip-hop bólkinum New Jack. Eftir hetta gingu søgur um at hon fór at umboða San Marino ístaðin, men 30. januar 2013 var fráboðað at Valentina Monetta hevði verið fyri valinum. Privatlív. Lys giftist Johann Heinrich Kunz tann 11. januar 1957 í Zürich. Johann doyði bert níggju mánaðir aftaná eftir at hava stríðst við ringa sjúku. Hon giftist Oscar Pedersen í 1963, og vóru tey saman til hann doyði í 1995. Jóhan landleysi. Jóhan landleysi ella Jóhan I av Onglandi (á enskum: "John Lackland" ella "John I") (24. desember 1166–19. oktober 1216) var kongur Onglands frá 1199 til 1216. Hann var sonur Henrik II av Onglandi og Eleonora av Aquitania, og var bróðir Rikard Leyvuhjarta. Jóhan landleysi er á okkara døgum mest kendur sum tann ódámligi "Jóhan prinsur" (á enskum "Prince John") í søguni um Robin Hood. The Nordic Prize. The Nordic Prize er ein norðulensk virðisløn fyri bestu matstovu í Norðurlondum. Virðislønin var latin fyrstu ferð í 2009. Føroyska matstovan Koks vann virðislønina í 2014 og 2018. Gustav Vasa. Gustav Vasa ella Gustav I (12. mai 1496 – 29. september 1560) var kongur Svøríkis frá 1523 til 1560. Gustav Vasa gjørdi uppreistur móti Kristjan II, ið var kongur av Danmark, Noreg og Svøríki í Kalmarsamveldinum. Svøríki varð tá sjálvstøðugt land og Kalmarsamveldið fall. Eftir hetta varð Gustav Vasa kongur Svøríkis og ætt hansara stýrdi Svøríki til 1654. Halgir Winther Nagata. Halgir Winther Nagata (føddur 16. oktober 1990) er ein føroyskur íverksetari og fyriskipari av tiltøkum. Umframt at virka sum íverksetari sjálvur, er hann virkin í bæði føroyska og danska íverksetara umhvørvunum, har hann millum annað hevur skipað fyri ráðstevnum. Eisini skrivar Halgir Startup Brævið, sum er eitt ókeypis tíðindabræv um íverksetan, og er vertur á Startup Podcastinum, har hann hevur samrøður við aðrar føroyskar íverksetar. Halgir hevur stovnað føroyskar heimasíður, millum annað Gaming.fo og eBillett.fo. Tann seinna bleiv seld til VOX ENTERTAINMENT. Gaming.fo. Í 2008 stovnaði Halgir heimasíðuna Gaming.fo. Heimasíðan hýsir tíðindum og kjak um telduspøl á føroyskum, og hevur skipað fyri ymsum tiltøkum og kappingum. eBillett.fo. Í 2009 opnaði Halgir nethandilin eBillett.fo. Á heimasíðuni kundu fólk keypa elektroniskar billettir til ymisk tiltøk, eitt nú G! Festivalin og Summar Festivalin. Halgir seldi eBillett.fo í 2012 til VOX ENTERTAINMENT. Heimasíðan er enn virkin í dag. Scrabble á føroyskum. Í 2010 arbeiddi Halgir við at týða og útgeva borðspælið Scrabble á føroyskum. Tað er eitt krossorðaspæl til 2-4 spælarar sum snýr seg um at seta orð saman á spæliplátuni. Gaming.fo Cup. Gjøgnum heimasíðuna Gaming.fo skipaði Halgir í 2010 fyri Gaming.fo Cup, Føroya fyrsta esport tiltak. Har vóru kappingar í StarCraft 2, DotA og Counter-Strike 1.6. Vinnarar vóru handaðir medaljur, steyp og aðrar vinningar fyri yvir 20.000,- kr. Nebula íverksetanarráðstevna. Halgir tók stig til og var fyriskipari av røðini av Nebula íverksetanarráðstevnum, sum vórðu hildnar árliga úr 2012 til 2015. Tiltøkini bjóðaðu íverksetara-áhugaðum til ein ókeypis dag við framløgum og netverking. TechBBQ startup ráðstevna. Í 2015 varð Halgir settur til at standa fyri TechBBQ, sum tá var størsta ráðstevnan fyri digitalar startups í Danmark. Ráðstevnan varð hildin í Opera-húsinum í Keypmannahavn, og umleið 1.000 fólk luttóku til ein dag við fyrilestrum, netverking og mati. Anthony Bourdain. Anthony Michael Bourdain (25. juni 1956 - 8. juni 2018) var amerikanskur kokkur, rithøvundur, ferðalýsari og sjónvarpsvertur. Hann var við í fleiri sjónvarpsendingum, ið lýstu í millum annað altjóða matmentan. Hann var álitin ein av mest týðandi kokkum í heiminum, imillum nógvar viðmerkjarar. Anthony útskrivaðist frá The Culinary Institute of America í 1978, og hevur arbeitt í fleiri stórkøkum ígjøgnum starvsleið sína. Harímillum sum høvuðskokkur á matstovuni Brasserie Les Halles á Manhattan í New York City. Hann gjørdist fyrst kendur fyri bókina "Kitchen Confidential: Adventures in the Culinary Underbelly" sum var útgivin árið 2000. Fyrsta sjónvarpsstarvið var í sjónvarpsrøðini "Cook's Tour," ið var send í 35 pørtum á sjónvarpsstøðini The Food Network í 2002-2003. Í 2005 gjørdist hann vertur í sendingini "Anthony Bourdain: No Reservations" (2005–2012) og seinni í "The Layover" (2011–2013). Báðar sjónvarpsrøðinar vóru vístar á The Travel Channel. Í 2013 gjørdist hann dómari í matkappingini The Taste, har hann var verandi í 3 ár. Um hesa tíð skifti hann eisini sjónvarps rás og gjørdi sjónvarpsrøðina "Anthony Bourdain: Parts Unknown" fyri CNN. Sjálvt um Anthony er best kendur fyri sína starvsleið sum kokkur og í sjónvarpi, hevur hann eisini skriva hópin av fiktivum og non-fiktivum bókum. Lívsleið. Anthony Bourdain, kallaður Tony ímillum vinir, var føddur tann 25. juni 1956 í New York City. Hann vaks upp í Leonia í New Jersey, tann elsti av tveimur sonum. Pápi hansara var Pierre Bourdain, klassiskur musikk framleiðari fyri Columbia Records. Pierre andaðist í 1987. Mamma Tony var Gladys Bourdain, fødd Sacksman, og starvaðist sum starvsfólkaleiðari hjá tíðindablaðnum "The New York Times." Yngri beiggi Tony var Christopher, ið starvast sum gjaldmiðlagreinari, og hevur eisini verið at sæð í sjónvarpi. Anthony hevur sjálvur greitt frá at hann er uppvaksin uttan átrúnað, men at familja hansara var katólsk á faðirsíðuni, og jødisk á móðursíðuni. Foreldur pápa hansara vóru fronsk. Franski abbin flutti frá Arcachon í Fraklandi til New York eftir fyrra heimsbardaga, og pápi Anthony vaks upp tosandi franskt, ímeðan hann ferðaðist fleiri summur til Fraklands. Anthony gekk til skótar tá hann vaks upp. Deyði. Anthony Bourdain var funnin deyður í hotelkamari sínum í Kaysersberg í Fraklandi tann 8. juni 2018. Hann hevði framið sjálvsmorð við at hongt seg. Anthony ferðaðist saman við vinmanni sínum Éric Ripert, ið gjørdist stúrin, tá hann ikki hevði sæð til morgunmat og døgurða. Anthony var í Fraklandi í sambandi við filming av sjónvarpsrøðini "Parts Unknown" í Strasbourg. FM á langgeil 2018. FM á langgeil 2018 var ein svimjistevna, ið var hildin í Pálshøll í Vági vikuskiftið 8. - 10. juni 2018. Kappingin var hildin av Svimjisambandi Føroya. Kappast var í 40 ymiskum kappingum. Jenny Slate. Jennifer Sarah "Jenny" Slate (fødd 25. mars 1982) er amerikanskur sjónleikari og skemtari. Kalendari. Ein kalendari er ein skipan, ið skipar dagar av sosialum, átrúnaðarligum, vinnuligum, ella fyrisitingarligum grundum. Hetta er gjørt við at nevna tíðarskeið, serliga dagar, vikur, mánaðir og ár. Ein dagsetning er eitt heiti, ið fevnir um ein einkultan, serligan dag í slíkari skipan. Ein kalendari er eisini ein evnislig (materiell) skrá, ofta úr pappíri, úr einari slíkari skipan. Ein kalendari kann eisini meinast við ein lista av avtalaðum tiltøkum, sum ein rættarkalendari, ella ítrótttarkalendari. Tíðarskeið í kalendarum, sum ár og mánaðir, eru vanliga, men ikki endiliga, samstillað við sólini og mánanum. Tann mest vanligi kalendarin áðrenn tann nútíðarliga kalendarin var ein lunisolar kalendari. Tað var ein kalendari, ið fylgdi mánanum, sum av og til tekur ein innskotsmánaða, til at fylgja sólarárinum yvir eitt longri tíðarskeið. Heitið kalendari stavar frá orðinum "calandae", ið er heitið fyri fyrsta dagin í mánaðinum í romenska kalendaranum. Orðið er knýtt at orðinum "calare", ið týðir at rópa út, og stavar frá at rópinum um nýggja mánan tá hann fyrst var sæddur. Latínska "calendarium" týddi bókhaldarabók ella skrá, harsum skuldir vóru innsavnaðar hvønn mánað. Latínska orðingin var nýtt í oldfronskum sum calendier, og fór har frá til miðaldarenskt sum "calender" í 13. øld. Stavsetingin calendar er "nútíðarenskt". Skyn. P/F Skyn er dótturfelag hjá BankNordik. Virksemið er mekling og ráðgeving í sambandi við fastognarsølu. Skyn er fornnorrønt orð, ið merkir vitan, lærdómur og skil. Fermín IV. Fermín IV Caballero Elizondo (føddur desember 1974 í Monterrey í Nuevo León, er ein meksikanskur rappari. Dharius. Alan Alejandro Maldonado Tamez (føddur 24. september 1984 í Monterrey í Nuevo León, eisini kendur við listanavnunum Dharius ella MC Dharius, er ein meksikanskur rappari. Barbara í Gongini. Barbara í Gongini (fødd 12. juni 1966) er ein føroyskur avant-garde mótasniðgevi. Hon er úr Fuglafirði og býr og arbeiðir í Danmark. Diego Maradona. Diego Armando Maradona Franco, (føddur 30. oktober 1960 í Lanús, Buenos Aires - deyður 25. november í Tigre, Buenos Aires) var ein argentinskur fótbóltsleikari, sum av mongum varð mettur at vera heimsins besti fótbóltleikari nakrantíð. Í 2000 vórðu hann og brasiliumaðurin Pelé av FIFA kosnir bestu fótbóltsleikarar í 20. øld. Lívsleiðin í fótbólti. Maradona fekk á ungum árum eyknevnið "El Pibe de Oro" ("Gulldrongurin"), og hetta navnið hekk við øll árini hann leikti. Maradona spældi fyri tað mesta sum álopsleikari ella offensivur miðvallari. Taktiskt hevði hann ofta leiklutin sum klassiskur 10'ari. Maradona gjørdist tvær ferðir heimsins dýrasti fótbóltsleikari; fyrst tá hann í 1982 skifti úr Boca Juniors til Barcelona fyri 55 mió.kr. og aftur í 1984, tá hann skifti úr Barcelona til Napoli fyri 75 mió.kr. Bestu árini hevði Maradona í Napoli, har hann spældi frá 1984 til 1991. Men harumframt spældi hann eisini við Argentinos Juniors, Boca Juniors, Barcelona, Sevilla og Newell's Old Boys. Við landsliðnum spældi hann frá 1977 til 1994 91 landsdystir og skeyt 34 mál. Hann var við í 4 HM-endaspølum (1982-1994). Í HM 1986 í Meksiko varð Maradona kosin besti leikari, og hann átti sera stóran leiklut í, at Argentina gjørdist heimsmeistari. Í fjórðingsfinaluni móti Englandi, sum Argentina vann 2-1, gjørdi Maradona bæði málini. Tað fyrra slerdi hann í málið við "Guðs hond", meðan tað seinna var eitt frálík einmansavrik, har hann rann 60 metrar, meðan hann hegnisliga sneiddi fimm mótstøðuleikarar umframt málverjan av og setti bóltin í mál. Hetta seinna málið varð í 2002 í atkvøðugreiðslu á FIFA.com kosið besta mál í 20. øld. Maradona hevur eisini roynt seg sum venjara, millum annað sum landsliðsvenjara hjá Argentina í 2008-10. Deyði. Hin 2. november 2020 bleiv Maradona innlagdur á sjúkrahús í La Plata, eftir øllum at døma av sálarligum orsøkum. Eitt umboðsfólk fyri fyrrverandi fótbóltsleikaran segði, at støðan ikki var álvarsom. Dagin eftir bleiv han skurðviðgjørdu akutt í heilanum fyri at viðgerða eitt subduralt hematom. Hann varð útskrivaður frá sjúkrahúsinum hin 12. november eftir væleydnaða skurðviðger og bleiv fylgdur av læknum ambulant. Hin 25. november 2020 doyði Maradona 60 ára gamal av akuttum hjartatilburði í heimi sínum í Tigre, Buenos Aires, Argentina. Í einari fráboðan á sosialu miðlunum vísti Argentinska Fótbóltssambandi teirra djúpu sorg um deyðsfallið av teirra stóru legendu og skrivaðu m.a. at "Tú fert altíð at vera í okkara hjørtum". Forsetin Alberto Fernández lýsti tríggir dagar landasorg. HM í fótbólti 2018 - Bólkur C. Dystir. Allar nevndar tíðir eru lokalar russiskar tíðir. HM í fótbólti 2018 endaspæl. HM í fótbólti 2018 endaspælið var tann seinni og endaligi parturin av kappingini, og byrjaði beint eftir bólkaspælið. Endaspælið byrjar 30. juni við áttandapartsfinalum og endaði 15. juli við finaluni, ið varð spæld á Luzhniki Stadium í Moskva. Tvey av liðunum ið endaðu ovast í hvørjum bólki (16 í alt) fóru víðari til knockout dystirnir, har ið taparin varð útsligin og vinnarin fór víðari. Ein triðja pláss play-off varð eisini spældur millum teir báðir tapandi hálvfinalistarnar. Kvalifiseraði lið. Tey bæði ovastu liðni úr hvørjum bólki í teimum átta bólkunum kvalifiseraðu seg víðari til endaspælið. Russland vs Kroatia. Luka Modrić (Kroatia) Bamboo Airways. Bamboo Airways Company er eitt vjetnamesiskt flogfelag. Flogfelagið varð sett á stovn í 2017 og byrjar flogruturnar á heysti 2018. Flogfelagið røkir innlendis rutur og hevur høvuðssæti í Qui Nhon. Søstrene Grene. Søstrene Grene er ein donsk handilsketa, sum var stovnað í danska býnum Aarhus í 1973 av Inger Grene og Knud Cresten Vaupell Olsen. Fyritøkan hevur høvuðsskrivstovu í Aarhus, men flutti í nýggj hølir í Pakhusene í Aarhus Ø í apríl 2017. Hóast búmerkið sigur "Søstrene Grenes handelskompagnie", eitur ketan bara Søstrene Grene. Mikkel Grene, sum er sonur stovnararnar av fyritøkuni, er í dag forstjóri (CEO) í samtakinum. Beiggi hansara, Cresten Grene, er kreativur stjóri, og saman eiga og reka hesir báðir familjufyritøkuna. Grundarlagið undir handlunum hjá Søstrene Grene. Allir handlarnir hjá Søstrene Grene eru bygdir upp sum villiniborg - ein labyrint, og klassiskur tónleikur er altíð frá í handlunum. Handlarnir selja skandinaviskt snið, tilhoyr til heimið, køksútgerð, gávur, pappírsvørur, møblar og mangt annað. Anna og Clara hava verið tilstaðar í handlinum líka síðan byrjanina í 1973. Tær eru avmyndaðar í búmerkinum og eru eisini at síggja á skeltunum, sum hanga runt um í handlunum. Tær báðar systrarnar eru vertir í øllum handlunum hjá Søstrene Grene kring um í heiminum. Persónsmenskan hjá Onnu og Claru er grundað á persónsmenskuna hjá fastrunum hjá Inger Grene, og samanlagt umboða Anna og Clara øll tey virðir, sum Søstrene Grene standa fyri. Anna og Clara hava ikki stovnað Søstrene Grene. Handlar. Fyrsti handilin hjá Søstrene Grene læt upp í 1973 á 1. hædd í Søndergade 11 í Aarhus. Næstu handlarnir lótu upp í Aalborg og í Herning í 1989, og gjøgnum 90-ini og 00-ini løgdust nógvir handlar afturat. Í 2005 læt ketan upp handil í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík, og handlarnir í Stavanger í Noregi og í Malmö í Svøríki lótu upp í 2006. Í 2015 læt samtakið upp 20 nýggjar handlar í Danmark. Í dag eru Søstrene Grene umboðaðar í 15 ymiskum londum: Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Japan, Onglandi, Írlandi, Norðurírland, Hollandi, Spania, Fraklandi, Føroyum, Týsklandi, Sveis og í Eysturríki. Edirne. Edirne (,)), er ein býur i Turkalandi. Fornenskt mál. Fornenskt ella anglosaksiskt mál (á fornenskum: "Ænglisc, Anglisc, Englisc"; á enskum: "Old English, Anglo-Saxon") var tað fyrsta stigið av enskum, ið varð tosað og endiliga skrivað í partinum av Onglandi og Skotlandi um tað mundið, ið anglosaksar búsettust í 5. øld og til 12. øld, tá ið málið broyttist til miðenskt. Søga. Navnið "anglosaksiskt" stavar frá ættflokkunum anglarnir og saksarnir, ið settust niður í Onglandi, eftir at rómararnir vóru farnir úr landinum. Hesir ættflokkar búðu saman við jútum og øðrum fólki rundan um Norðsjógvin og tosaðu nær skyld mál, sum blandaðust saman, tá ið teir komu til Onglands. Hjálandastovnararnir trokaðu keltar burtur til t.d. Wales og Cornwall. Ættflokkarnir stovnaðu smærri kongaríki, ið seinni blivu sjey kongaríki. Støðan stóð við í nakrar øldir, til víkingar komu til Onglands. Danir stýrdu tá stórum parti av Mið- og Norðuronglandi undir sokallaðum Danalógum, og fornenskt lænti mong orð úr norrøna málinum, sum víkingar talaðu. Mong av hesum orðum eru vanlig á enskum, t.d. "they "og "them". Eisini orð sum "same, get, take, sky "og "skin" komin úr norrønum. Orð. Her eru nøkur dømi um orð á fornenskum samanborin við onnur germansk mál. Tour de France 2018. Tour de France 2018 er tann 105. útgávan av súkklukappingini Tour de France. Kappingin byrjaði leygardagin 7. juli í Noirmoutier-en-l'Île, eina viku seinni enn vanligt orsakað av HM í fótbólti 2018. Slóðir. 2018 Belja. Hon er vinkona Dúnhild Dunnu. Walt Disney og Ub Iwerks teknaðu hana í 1928. Hon gongur saman við Magnus í Meil, og fyrr gekk hon saman við Klossmundi. Meil. Hann er eitt svart ross, altíð í góðum lag og kemur við løgnum ráðum. Hann og Mikkjal Mús eru bestu vinir. Gongur saman við Belju Kúdóttur. Hann varð fyrstu ferð teknaður í 1929, og vóru tað Walt Disney og Ub Iwerks, ið uppfunnu hann. Hevur verið við í 31 teknifilmum tilsamans. Basshunter. Basshunter, Jonas Erik Altberg (føddur 22. desember 1984 i Halmstad) er ein svensk sangari, tónleikaframleiðari og DJ. Ghil'ad Zuckermann. Ghil'ad Zuckermann (føddur 1. juni 1971 í Tel Aviv, Ísraeli) (D.Phil., Háskúlan í Oxford; Ph.D., Háskúlan í Cambridge) er ein málfrøðingur, professari, akademikari og rithøvundur. Hann vaks upp í Eilat í Ísrael. Prešov-región. Prešov-región er ein región í Slovakia. Prešov er høvuðsbýur og størsti býur í regiónin. Fólkatalið í regiónin var 818 916 í 2013. Sylvi Listhaug. Sylvi Listhaug (fødd 25. desember 1977) er ein norskur politikari, núverandi stórtingskvinna, fyrrverandi norskur løgmálaráðharri (2018), landbúnaðarráðharri (2013-15), og innflytara- og integratiónsmálaráðharri (2015-18). Hon umboðar Framburðsflokkin (FrP). Listhaug var fødd í 1977 í Ålesund. Hon er útbúgvin lærari. Listhaug fanst at, at norski Javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti einum uppskoti, sum skuldi gera tað møguligt at taka ríkisborgararættin frá fólki, sum verða hildin at vera ein hóttan ímóti Noreg. Uppskotið miðaði eftir fólki, sum høvdu verið í kríggi í øðrum londum, og sum høvdu ríkisborgararættindi í tveimum londum. Eftir stórt trýst tók hon boðini aftur, men hon noyddist frá, tí ein av stuðulsflokkunum hjá stjórnini, Kristiligi Fólkaflokkurin, segði seg hava mist álitið á henni. Hon hevur síðani fleiri ferðir biðið Arbeiðaraflokkin um umbering, men tað góðtók andstøðan ikki, og flokkurin Reytt legði uppskot um misálit á Listhaug fyri Stórtingið. 20. mars 2018 boðaði so Listhaug frá, at hon leggur frá sær sum løgmálaráðharri og fer aftur í Stórtingið. Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, heldur, at Listhaug kann koma afturíaftur sum ráðharri seinni. Bakgrund og familja. Sylvi Listhaug er gift við Espen Espeset, saman eiga tey trý børn. Hon varð fødd í Ålesund og vaks upp í Ørskog. Listhaug er útbúgvin á Høgskulen i Volda (HVO) og hevur starvast sum lærari í Ørskog. Hans Mortensen. Hans Mortensen (føddur 2. september 1943 í Tórshavn, Føroyum, deyður 11. september 2019), var føroyskur virkisstjóri, handilsmaður og íverksetari. Han var fyrst og fremst kendur fyri at stovna sølumiðstøðina SMS á Trapputrøðni í Havn, men var eisini viðurkendur slóðbrótari innan føroyskt handilsmál og var frá 1964 til 1976 virkin í føroyskum úrvalshandbólti. Bakgrund. Hans Mortensen varð føddur í Tórshavn og er uppvaksin í Frantsabrekkuni í miðbýnum. Hann er sonur handilsmannin Niels Gustav Mortensen (1913 – 1987), sum rak heilsølu og matvøruhandil í Tórsgøtu í 50’unum, og handilskvinnuna Ebbu Mortensen (1920 – 2000), sum hevði tógvhandilin P/F Ebba í Sverrisgøtu í Havn. Í 1964 giftist Hans Mortensen við Birgith Aslaugh Mortensen (f. Sivertsen). Saman fingu tey dóttrina Elisabeth Mortensen og sonin Niels Heina Mortensen. Sonurin, Niels, tók við SMS-samtakinum, tá Hans Mortensen legði virkisstjórasessin frá sær og tók seg úr ognarfelagnum í 2007. Hans Mortensen giftist uppaftur við Marjuni á Plógv í 2007. Skúlagongd og lærutíð. Hans Mortensen gekk í Havnar Kommunuskúla og í Føroya Millum- og Realskúla. Síðani fór hann í bankalæru í Føroya Banka. Eftir lokna lærutíð fór hann í 1965 niður til Danmarkar at lesa á handilsskúlanum Niels Brock. Í 1967 nam hann sær endaligt handilsskúlaprógv og fann stutt aftaná starv í Magasin du Nord á Kongens Nytorv í Keypmannahavn. Her starvaðist hann sum sølumaður í tvey ár, áðrenn hann vendi heimaftur til Havnar fyri at skapa sær sín egna vinnuveg og royna at tamba karmarnar kring føroysku handilsvinnuna. Úrvalshandbólt. Átjan ára gamal gjørdist Mortensen í 1963 formaður í handbóltsfelagnum Neistin og setti seg stutt aftaná á odda fyri byggingini av Neistahúsinum í Gundadali, sum varð tikið í nýtslu árið eftir.Í 1964 leikti Mortensen við á fyrsta føroyska handbóltslandsliðnum, og í 1976, sama ár sum byggingin av sølumiðstøðini fór fram á Trapputrøðni, var Mortensen venjari hjá manslandsliðnum í handbólti í C-HM kappingini í Portugal.. Virkisleið. Heimkomin úr Keypmannahavn rak Hans eitt skifti handilin Zanzibar í hølunum hjá foreldrunum í Sverrisgøtu. Og í 1970 fór hann undir at skipa fyri fyrstu føroysku keypsstevnuna (einstakar royndir at skipa fyri tílíkum tiltaki vóru gjørdar í Klaksvík í 1968). Hetta var byrjanin til tær mongu sølustevnurnar kring oyggjarnar næstu árini. Fram til 1976 var Mortensen aðalkraftin í hesum virkseminum. Undirtøkan var stór hesi árini, og sum frá leið stóð greitt, at eftirspurningurin á føroyska marknaðinum var størri og øðrvísi, enn føroyska handilsvinnan var gjørd út til at nøkta í táverandi líki. Miðbýurin í Havn hevði tá leingi ligið darvaður av einum alsamt vaksandi ferðslu- og byggitrýsti. Í samsvari við tálmandi býarsamtyktini frá 1972, vóru hugskot í umbúna innanhýsis í býráðnum, ið høvdu til endamáls at bøta um alsamt vaksandi avbjóðingarnar í miðbýnum. Trupulleikarnir skuldu millum annað loysast við at stovnseta eina arkadulíknandi handilsgøtu sum framhald av nýggja apotekinum, sum tá var í gerð á Trapputrøðni millum R.C. Effersøes Gøtu og Tinghúsvegin. Hugsanin var at flyta partar av handilslívinum longur niðan í býin og harvið eisini veita stóran part av býarferðsluni og høpisleysu byggingini burtur úr býarkjarnanum.. Tá Hans Mortensen av tilvild kom framá eitt uppkast til hesa verkætlan og gjørdist varugur við ynskini í býráðnum, legði hann fram uppskot fyri býráðið um at flyta verkætlanina yvir á privatar hendur, har ein slík verkætlan eftir hansara tykki hoyrdi heima. Eftir tógvið stríð í býráðnum fekk Mortensen játtan til at byggja sítt handilshús, sum millum annað skuldi veita borgarum møguleika at ganga til handils undir einari tekju í friði fyri regni og vindi. Bæði í og uttanfyri Tórshavnar Býráð elvdi verkætlanin til øsing. Mótstøðan var serliga grundað á trý viðurskifti: fyri tað fyrsta var verpápi Mortensens, skipaeftirlitsmaður Sofus Sivertsen, býráðslimur og formaður í Byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar Býráðs um hetta sama mundið. Hetta var mett sum gegnistrupulleiki og úrslitaði í, at Sivertsen setti seg sjálvan uttanfyri ávirkan í týðandi atkvøðugreiðslum og tingingum um handilshúsið. Fyri tað næsta kendi táverandi handilslívið í Havn seg hótt av nýggju ætlanini og stúrdi fyri tilverugrundarlagi sínum. Fyri tað triðja bóru borgarar ótta fyri, at verkætlanin fór at vera ov stórt inntriv í býarmyndina og býarlívið. Áhugin og forvitnin vóru tó minst líka stór sum fyrivarnið. Mortensen setti danska arkitektin Flemming Hansen at sniðgeva eitt nútímans handilshús við støði í upprunaføroyskum byggisniði. Mánadagin 26. juli 1976 læt táverandi borgarstjóri, Petur C. Christiansen, fyrsta skotið av, og mikudagin 2. november 1977 læt sølumiðstøðin hurðarnar upp fyri almenninginum. Hans Mortensen var virkisstjóri í SMS-samtakinum frá 1976 til 2007. Mortensen læt tó longu í 1996 handilsstjórasessin frá sær til sonin Niels fyri sjálvur at hugsavna seg um virkisstjórasessin. Hans Mortensen sat sum høvuðspartaeigari í samtakinum fram til næstseinasta útbýgging stóð liðug í 2007. Tá seldi hann øll síni partabrøv til sonin, Niels. Síðani tá hevur Niels Mortensen rikið og framhaldandi ment samtakið, sum í dag fevnir um tríggjar sølumiðstøðir, tríggjar handilsketur, eina røð av handilsfelagsskapum umframt eina heilsufrøðiliga kanningarstovu (Thetis). Virkisleistur og visjónir. Virki Hans Mortensens var eyðmerkt av bæði framtakshugi og íhaldi. Sipandi til upprunaføroysku neystini, varð sølumiðstøðin á Trapputrøðni sniðgivin sum sjey raðsettar lonir og myndar sostatt eitt framhald av føroyskum byggisiði, tó við tíðarhóskandi rúmd, byggitilfari, vøruúrvali og hentleikum innan (parkeringskjallara, tiltaks- og sølutorgi, handlum, kaffistovum, matstovum og, eitt skifti, eisini barnaparkering) – svarandi til táverandi sølumiðstøðirnar á meginlandinum. Sami tvíbotnaði hugburðurin rann sum ein reyður, málpolitiskur tráður ígjøgnum handilsliga virksemi Hans Mortensens: føroysk handilsnøvn og handilshugtøk vórðu smíðað í samstarvi við kundafjøldina, ofta skipað sum navnakappingar. Á hendan samvirkandi hátt varð so líðandi eitt meiri rættiligt føroyskt handilsmál sett í staðin fyri táverandi danskt-føroyska blandingsmálið. Blandingurin av framtakshugi øðrumegin og ansi fyri uppruna hinumegin kom eisini stundum til orða í almenna føroyska orðaskiftinum. Serliga tá ið orðaskiftini snúðu seg um vinnupolitikk og býarskipanarætlanir, sum Mortensen var ein natúrligur og stundum eisini umstríddur partur av, síðan SMS varð stovnsett í 1977. Serliga tvey ískoyti eru av tílíkum vavi og slagi, at tey kunnu nevnast í hesum sambandi. Sundsdepilin. 12. apríl 1984 legði Mortensen fram eitt vavmikið uppskot um ein felags vitanar-og granskingardepil fyri menning og útflutning av føroyskum vørum.. Uppskotið, ið vanliga verður nevnt sundsdepilin, varð tó fyri atfinningum. Serliga vóru tað løgtingsumboð fyri føroyska útjaðaran, ið bóru ótta fyri avleiðingarnar av eini tílikari miðsavnan. Hóast fleiri tillagingarroyndir vórðu gjørdar, var tað stríðið millum útjaðaran og miðstaðarøkið, sum endaði við at koppa verkætlanini. Havnin innan fyri Stóragarð. Í samstarvi við fyrrverandi býararkitekt Gunnar Hoydal og arkitektunum Mette Skjold og Ósbjørn Jacobsen fyriskipaði Hans Mortensen í 2012 verkætlanina Havnin innan fyri Stóragarð, ið var skipað sum eitt savn av fakliga grundaðum uppskotum til, hvussu miðbýurin í Havn bygnaðarliga kann mennast og varðveitast. Viðurkenning. “Heilt frá stovnanini av SMS í 1977 hevur Hans Mortensen lurtað eftir, lagað og snøggað føroyska handilsmálið, soleiðis at tað í dag er eitt mál, vit øll við virðing hava tikið til okkara. Við útgávum av SMS-blaðnum og øðrum lýsingabløðum hevur Hans Mortensen, langt áðrenn hetta var ásett við lóg, átt sín stóra leiklut í, at eitt føroyskt handilsmál hevur ment seg og hildið kósina”. Bókmentir. Justinussen, Jens Christian Svabo: Fanget i fisken? En analyse af den politiske økonomi på Færøerne i efterkrigstiden, Speciale, Roskilde Universitetscenter. Institut for Miljø, Teknologi og Samfund, 1997. Fridinator. == Fríði Karlsson Justesen a.k.a. FridiNaTor == FridiNaTor er ein víðagitin føroyingur. Hann eitur Fríði Karlsson Justesen, býr í Rituvík, men er føddur í og er upprunaliga av Strondum. "Lívssøga". FridiNaTor er komikari, telduspælari og filantropistur. Hann gekk í skúla frá tí hann var 7, og bleiv liðugur við 9. flokk í 2016. Hann byrjaði at ganga í 10. flokki í 2016, men gavst, og fór at arbeiða ístaðin. Hann hevur havt arbeiði hjá Pidda á Toftum, og arbeiðir javnan í Á á Glyvrum. Eftir at fyrsta hálvárið í 2017 var farið, byrjaði hann á Tekniska Skúlanum í Klaksvík, har hann skal ganga inntil 26. juni 2020. Frítíð. Hann nýtir frítíð sína, til at arbeiða, spæla spøl, filma, og at granska. FridiNaTor granskar sera nógv um "PlayStation 4", um eyka møguleikar, og hvussu mann fær forbetra mest møguligt. Hann skrivar eisini javnan við stór feløg, so sum PlayStation og Steam, og kemur við góðum ráðum, og roynir alt tað nýggjasta hjá teimum, sum ikki er komið út enn. Á youtube kanalini leggur hann, millum annað, filmsbrot um spøl, og ymiskar stuttfilmar. Tá hann, í samband við skúlan, ger filmar ella reklamur, plagar hann eisini at leggja tað út á kanalina. Innihaldið er sum oftast á enskum, av tí at meginparturin av fylgjarum hansara eru útlenskir, men viðhvørt leggur hann stutt brot, ið eru á føroyskum. Samband. Heimasíðan hjá FridiNaTor er: http://fridinator.fo, men hon er ikki altíð aktiv. Facebook - https://www.facebook.com/fridikarlssonjustesen?fb_dtsg_ag=AdziAVqHQ8WsgyLnRRbFgiD48LLV3ZblI2r6ejYM1ymo-g%3AAdxJZEj_FFlDDrUGSnYEvseo2SqjBZo3wWNKBausddsffQ UEFA Nations League 2018-19. UEFA Nations League 2018-19 er tann fyrsta sesongin av UEFA Nations League, ið er ein altjóða fótbóltskapping ið fevnir um landsliðini hjá monnum hjá teimum 55 limalondunum hjá UEFA. Kappingin, ið verður hildin frá september til november 2018 (league skeiðið) og juni 2019 (Nations League finalur), seedar eisini lið til kvalifikatións tilgongdina til EM í fótbólti 2020, og gevur pláss til play-off dystir, ið fara at avgerða fýra av 24 liðum ið sleppa at spæla í endaspælinum. Samlaða støðan. Samlaða støðan verður nýtt til seeding í lutakastinum til EM í fótbólti 2020 kvalifiserandi bólkaspælið. Drotning Ingridar barnagarður. Drotning Ingridar (meiningheits-) barnagarður, bleiv stovnaður í 1950. Barnagarðurin liggur mitt í Tórshavn og hevur nógva ferðslu báðu megin. Sum navnið sigur, virkar hann á einum kristnum støði, dentur verður lagdur á at virða tað einstaka barnið, og eginleikar tess. Virkað verður fyri trivnaðinum hjá barninum, so tað mennist bæði likamliga og sálarliga, og somuleiðis verður barnið stuðlað til at menna sjálvsálit, sjálvsvirðing og virðing fyri øðrum, tey lære børnini góða føroyska siðmenning Tjóðskjalasavnið. Tjóðskjalasavnið er ein almennur føroyskur stovnur, ið er atgongdur fyri øllum. Tjóðskjalasavnið hevur eina lesistovu á V.U. Hammershaimbsgøta 11 kj., har ein og hvør kann koma og nýta tær keldur, ið eftir lógini eru atgongdar. Um ein ikki hevur møguleika at koma á lesistovuna ber til at nýta heimasíðuna history.fo, har talgildar útgávur av nøkrum pappírssavnidum eru atgeingiligar. "Løgtingslóg um skjalasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 30. apríl 2018" ásetur karmarnar fyri atgeingi og virkinum hjá Tjóðskjalasavninum. Endamálið hjá stovninum er at savna inn og varðveita skjøl, ið hava søguligt virði ella hava fyrisitingarligan og rættarligan týdning fyri borgarar og myndugleikar í Føroyum, og at gera tey atkomulig fyri almenninginum. Tjóðskjalasavnið hevur í dag meira enn 4 km. av skjølum á goymslu. Søvnini, ið Tjóðskjalasavnið varðveitir, skjalprógva í orðum Føroya søgu, menningina av landinum, stórar hendingar og persónar sum hava havt søguligan týdning, men eisini lívið hjá vanliga føroyinginum gjøgnum tíðirnar. Elsta keldan, ið er í varðveistlu hjá skjalasavnium, er Kongsbókin. Hon fevnir um árini 1274-1441, og inniheldur millum annað Seyðabrævið frá 1298. Tjóðskjalasavnið varðveitir ikki bert pappír, men eisini skjøl, ið eru talgild av uppruna. Skjøl, ið eru talgild av uppruna, eru truplari at varðveita enn pappír, og mugu vera partur av einum virknum varðveitingarátaki, fyri at tey kunnu lesast og brúkast í framtíðini. Søgan. Tjóðskjalasavnið hevur røtur aftur til Leigubúðina í Tinganesi. Tá Einahandilin varð avtikin í 1856, varð tað avgjørt, at Leigubúðin skuldi brúkast til "Opbevaringssted for Landets Offentlige Arkiver". Eitt veruligt skjalasavn varð ikki sett á stovn fyrrenn í 1932 undir navninum Færø Amts Arkiv, tí tá vóru Føroyar framvegis eitt danskt amt. Fyrsti føroyski landsskjalavørðurin var Anton Degn. Hann fór í apríl 1926 niður til Danmarkar at kunna seg um skjalasavnsarbeiði og hann var niðri í 6 ár við stuðli frá Undervisningsministeriet, Løgtinginum og Carlsbergfonden. Í 1952 var stovnurin saman við Landsbókasavninum yvirtikin sum føroyskur stovnur og skifti navn til Føroya Landsskjalasavn. Tann 1. januar 2011 var Søvn Landsins sett á stovn. Talan var um fimm landsstovnar, sum vórðu lagdir saman í ein stovn. Teir vóru: Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Náttúrugripasavn, Havlívfrøðiligu Royndarstøðina og Føroya Fornminnissavn. Í 2017 vóru Søvn Landsins aftur býtt sundur í tríggjar stovnar, og stovnurin Søvn Landsins varð avtikin. Landsskjalasavnið og Landsbókasavnið gjørdust aftur ein sjálvstøðugir stovnar, meðan Tjóðsavn Føroya var sett á stovn, og tað skuldi fevna um museala og antikvariska virksemið hjá Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum. Í 2018 broytti Føroya Landsskjalasavn navn til Tjóðskjalasavnið. Dávur á reynatrøð. Dávur á Reynatrøð (føddur 16. Mars 1997 í Leirvík) er ein føroyskur sangari. Dávur er sangari í tónleikabólkinum VSJ. Hinir í bólkinum eru Villiam Soo Joensen (El guitar, Framleiðari), Fríði Bjarkhamar (Trummur), og Høgni Jógvanson (Bass, Klaver, Synth, Ukulele). Dávur kom undan kavi við fyrsta staklagnum Solution í 2017, og var sangurin longu frá fyrsta degi ógvuliga væl dámdur millum manna. Bólkurin spældi sína fyrstu stóru konsert á Summarfestivalinum í 2018, har teir spældu á Vágsbøi fyri á leið 7.000 fólkum. Útgávur. á Reynatrøð, Dávur __INDEX__ Vsj. VSJ er ein føroyskur tónleikabólkur, við sínum uppruna av Toftum og úr Leirvík. Søga. VSJ byrjaði sína tónleikaleið í 2017. Tað var oddamaðurin í bólkinum, Villiam Soo Joensen, ið framleiddi tónleik saman við sangaranum í bólkinum, Dávur á Reynatrøð. Saman góvu teir út fyrsta sangin hjá bólkinum, Solution, sum varð útgivin tann 26 August í 2017. Seinni í 2017 komu hinir báðir limirnir uppí bólkin, Høgni Jógvansson og Fríði Bjarkhamar. Síðani bólkurin gav fyrsta sangin út, hevur bólkurin havt rættuliga ferð á, og er bólkurin nú væl lýddur í Føroyum, eins væl og í útlondum. Bólkurin hevur spælt nógvar konsertir síðani byrjan, Bæði smærri konsertir, men eisini størri konsertir. í 2018 spældi bólkurin á Vágsbøi á Summarfestivalinum, har teir spældu fyri á leið 7.000 áhoyrarum. Limir í bólkinum. Dávur á Reynatrøð - Røddir (2017 -) Villiam Soo Joensen - El guitar, framleiðari (2017 -) Høgni Jógvanson - Bass, ukulele, Klaver, Synth (2017 -) Fríði Bjarkhamar - Trummur (2017 -) Villiam Soo Joensen. Villiam Soo Joensen (føddur 14. juli 1997 á Toftum) er ein føroyskur tónleikari. Villiam er oddamaður í Føroyska tónleikabólkinum VSJ, har hann er framleiðari og tónleikari. Hinir í bólkinum eru Dávur á Reynatrøð (Sangari), Fríði Bjarkhamar (Trummur), og Høgni Jógvanson (Bass, Klaver, Synth, Ukulele). Villiam hevur áður framleitt nógvan ymiskan tónleik, bæði sjálvur, og saman við øðrum tónleikarum og sangarum. Villiam kom orduliga undan kavi saman við Dávur á Reynatrøð, tá teir saman góvu út fyrsta staklagið Solution í 2017, og var sangurin longu frá fyrsta degi ógvuliga væl dámdur millum manna. Hesin sangurin var eisini upprunin til bólkin sum vit í dag kenna sum VSJ. VSJ spældi sína fyrstu stóru konsert á Summarfestivalinum í 2018, har teir spældu á Vágsbøi fyri á leið 7.000 fólkum. Fractura nasi. Fractura nasi er ein tilverulig og samfelagslig ferðafrásøgn úr Føroyum frá 2017 skrivað av rithøvundinum Høgna Mohr. Í 2017 var hon mest selda bók í Føroyum, og hevur hon fingið rós av føroyskum ummælarum. Bókin varð í 2019 týdd til danskt við heitinum Rejse for livet Tann 12. august 2018 fekk filmsframleiðarin Torfinnur Jákupsson sáttmála, um rættin at gera Fractura nasi til filmshandrit. Søgugongd. Høgni Mohr fer spontant avstað í allar bygdir og allar oyggjar í Føroyum. Høvuðsmotorurin á 1.300 kilometra longu ferðini er leitanin eftir svarinum upp á avbjóðingar sum sorg, svik og skilaleysar siðvenjur. Hjálparmotorurin hevur tríggjar hestar: humor, atfinningarsemi og ta sváru líðingarsøguna. Les eisini. Mohr, Høgni (2006) ". Øgiliga egið forlag." "Tekstirnir hjá Høgna Mohr eru alt annað enn knappir og orðafátækir. Teir eru litríkir, inniligir og ofta sera undirhaldandi sum hjá einum rithøvundi. Sum lesari merkir tú, at Høgni hugnar sær, meðan hann skrivar, og tú sært hann næstan fyri tær, tá hann nøgdur rakar seymin á høvdið við sínum øðrvísi orðingum. Vónandi verður hansara skriviháttur nýttur sum dømi um góðan og fyrimyndarligan skrivihátt í skúlunum" " -" Uni Arge, journalistur. Mohr, Høgni (2010) "Tá deyðin verður avdúkaður. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880518'Styrkin í bókini er tann beinrakna tekstin, tær hugtakandi, men knøppu orðingarnar, miðlingin av sterkum menniskjaligum kenslum, stúran, gleði, ótta og sorg, og so tann einfalda, positiva mennsikjafatanin"  -, ummælari.Mohr, Høgni (2018) - "Slepp tær til heiti fani". Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880525."Tað smakkar bara so væl at lesa hasi orðini. Ikki tí eg havi nakað ímóti Gerhardi ella Javnaðarflokkinum í Avhaldslosjuni, men bara tí at eg síggi spælandi orðalagið, sum ikki er eitt stívrent kvæðaørindi at fáa bókstavarím til skúlabrúks, men beint fram brúksføroyskt loyst úr lagdi"  -, ummælari.Mohr, Høgni (2019). mær dámar ikki høgna hoydal. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880549 Týtt og ritstjórnað. 2006 - Askur og Embla (týtt), Bókadeild Føroya lærarafelags, 204 síður. 2013 - Sannleikin um ástarævintýrið (týtt og ritstjórnað), Øgiliga egið forlag, 35 síður. Ali babba - og 49 aðrar blaðgreinir. Ali Babba- og 49 aðrar blaðgreinir er eitt savn við fimmti greinum, ið Høgni Mohr hevur skrivað og latið prentað í Dimmalætting og Vinnuvitan frá desember 2004 til februar 2006. Søgugongd. Greinasavnið snýr seg um fólk, sum búgva í Føroyum, og onnur, ið hava tilknýti til hetta landið, men búgva uttanlands. Tekstirnir hava sum innihald trý eyðkend sløg av menniskjum: tey ávísu ókendu, sum standa aftan fyri tey kendu; onnur, ið eru mitt í einum serliga spennandi starvi; og hini, ið virka fremst í vinnulívinum. Savnið er sostatt grundað á tríggjar greinarøðir, ið júst eru greiddar úr hondum eftir hesum trimum leistum. Les eisini. Mohr, Høgni (2010) "Tá deyðin verður avdúkaður." "Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880518'Styrkin í bókini er tann beinrakna tekstin, tær hugtakandi, men knøppu orðingarnar, miðlingin av sterkum menniskjaligum kenslum, stúran, gleði, ótta og sorg, og so tann einfalda, positiva mennsikjafatanin"  -, ummælari.Mohr, Høgni (2017) "Fractura nasi." "Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880525". Kirsten Brix týtt til danskt 2019. Danskt heiti. forlag Amanda Books. Seld til filmframleiðslu í 2018."Hon er í passandi flogferð, skrivingin. Floygd, sum eingin annar tekstur eg nýligani havi lisið. Síðst eg kendi meg so væl í felag við hin skrivandi var, tá eg læs Bommhjarta hjá Jóanesi Nielsen, sum kom í fjør. Ein smittandi respektleys søga, sum hemningsleys gongur sínar egnu leiðir. Men aftanfyri hómast ein leitan eftir egnum upphavi. Hví bleiv eg sum eg bleiv, er skuggaspurningur høvundans"  -, ummælari.Mohr, Høgni (2018) "Slepp tær til heiti fani." "Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880532". Tekningar: Astrid Andreasen."Tað smakkar bara so væl at lesa hasi orðini. Ikki tí eg havi nakað ímóti Gerhardi ella Javnaðarflokkinum í Avhaldslosjuni, men bara tí at eg síggi spælandi orðalagið, sum ikki er eitt stívrent kvæðaørindi at fáa bókstavarím til skúlabrúks, men beint fram brúksføroyskt loyst úr lagdi"  -, ummælari.Mohr, Høgni (2019) "mær dámar ikki høgna hoydal." Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880549 Týtt og ritstjórnað. 2006 - Askur og Embla (týtt), Bókadeild Føroya lærarafelags, 204 síður. 2013 - Sannleikin um ástarævintýrið (týtt og ritstjórnað), Øgiliga egið forlag, 35 síður. Slepp tær til heiti fani. Slepp tær til heiti fani er eitt tekstasavn frá 2018 við 16 útvaldum tekstum um líkt og ólíkt, ið føroyski rithøvundurin Høgni Mohr hevur skrivað. Astrid Andreasen hevur myndprýtt savnið. Søgugongd. Vrakað hugsjón, akademisk mótstøða og etikettleyst embæti. Bleytt politi, livandi elli og kritiskur kommunulækni. Heimspeki, bukkumenn, facebook og idiotisk lóg. Paradoksal frelsa, regluleyst skald og tvørt flogvit. Skjarrligur journalistur, føroyskt upprør og karismatiskar illbønir. Hetta tykist sum ein tvørlig bók um ómøgulig mál og serar persónar. í veruleikanum snúgva teir 16 tekstirnir seg mest um ein kontrárigan rithøvund og journalist. Sjálvur sigur høvundurin at skal teksturin vera áhugaverdur í longdini, mást tú geva lesaranum eitt spark upp undir rørarnar viðhvørt. Les eisini. Mohr, Høgni (2006) ". Øgiliga egið forlag." "Tekstirnir hjá Høgna Mohr eru alt annað enn knappir og orðafátækir. Teir eru litríkir, inniligir og ofta sera undirhaldandi sum hjá einum rithøvundi. Sum lesari merkir tú, at Høgni hugnar sær, meðan hann skrivar, og tú sært hann næstan fyri tær, tá hann nøgdur rakar seymin á høvdið við sínum øðrvísi orðingum. Vónandi verður hansara skriviháttur nýttur sum dømi um góðan og fyrimyndarligan skrivihátt í skúlunum" " -" Uni Arge, journalistur.Mohr, Høgni (2010) "Tá deyðin verður avdúkaður. Øgiliga egið forlag.'Styrkin í bókini er tann beinrakna tekstin, tær hugtakandi, men knøppu orðingarnar, miðlingin av sterkum menniskjaligum kenslum, stúran, gleði, ótta og sorg, og so tann einfalda, positiva mennsikjafatanin"  -, ummælari.Mohr, Høgni (2017) "Fractura nasi. Øgiliga egið forlag. Kirsten Brix týtt til danskt 2019. Danskt heiti: Rejse for livet. Forlag Amanda Books. Seld til filmframleiðslu 2018.'Hon er í passandi flogferð, skrivingin. Floygd, sum eingin annar tekstur eg nýligani havi lisið. Síðst eg kendi meg so væl í felag við hin skrivandi var, tá eg læs Bommhjarta hjá Jóanesi Nielsen, sum kom í fjør. Ein smittandi respektleys søga, sum hemningsleys gongur sínar egnu leiðir. Men aftanfyri hómast ein leitan eftir egnum upphavi. Hví bleiv eg sum eg bleiv, er skuggaspurningur høvundans"  -, ummælari.Mohr, Høgni (2019) mær dámar ikki høgna hoydal. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880549. Joseph Mascolo. Joseph Peter "Joe" Mascolo (føddur 13. mars 1929 í West Hartford í Connecticut – deyður 8. desember 2016 í Santa Clarita í Kalifornia) var ein amerikanskur sjónleikari og klarinettleikari. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut í sjónvarpsrøðini "Days of Our Lives" (1982–2016) sum Stefano DiMera. Tá deyðin verður avdúkaður. Tá deyðin verður avdúkaður er ein greinarøð frá 2010, skrivað av rithøvundinum Høgna Mohr. Hetta er ein greinarøð, við sjey subjektivum greinum, um lívið á Landssjúkrahúsinum. Søgugongd. Nakrar mánaðir í 2007 arbeiddi Høgni Mohr sum dokumentaristur á landssjúkrahúsinum. Frá leiðsluni fekk hann fríar teymar at eygleiða og skalfesta upplivingarnar, hann hevði saman við ymisku starvsfólkunum og sjúklingunum. Næstan alla tíðina var blaðmaðurin flugan á vegginum. Í greinarøðini leggur Høgni Mohr dent á beinleiðis sambandið millum sjúkrahúsfólk og sjúkling. Les eisini. Mohr, Høgni (2006) ". Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880501'Tekstirnir hjá Høgna Mohr eru alt annað enn knappir og orðafátækir. Teir eru litríkir, inniligir og ofta sera undirhaldandi sum hjá einum rithøvundi. Sum lesari merkir tú, at Høgni hugnar sær, meðan hann skrivar, og tú sært hann næstan fyri tær, tá hann nøgdur rakar seymin á høvdið við sínum øðrvísi orðingum. Vónandi verður hansara skriviháttur nýttur sum dømi um góðan og fyrimyndarligan skrivihátt í skúlunum" " -" Uni Arge, journalistur. Mohr, Høgni (2017) "Fractura nasi. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880525". Kirsten Brix týtt til danskt 2019. Danskt heiti:. Forlag, Amanda Books. Seld til filmframleiðslu í 2018."Hon er í passandi flogferð, skrivingin. Floygd, sum eingin annar tekstur eg nýligani havi lisið. Síðst eg kendi meg so væl í felag við hin skrivandi var, tá eg læs Bommhjarta hjá Jóanesi Nielsen, sum kom í fjør. Ein smittandi respektleys søga, sum hemningsleys gongur sínar egnu leiðir. Men aftanfyri hómast ein leitan eftir egnum upphavi. Hví bleiv eg sum eg bleiv, er skuggaspurningur høvundans"  -, ummælari.Mohr, Høgni (2018) "Slepp tær til heiti fani". ISBN 9789991880532. Tekningar Astrid Andreasen."Tað smakkar bara so væl at lesa hasi orðini. Ikki tí eg havi nakað ímóti Gerhardi ella Javnaðarflokkinum í Avhaldslosjuni, men bara tí at eg síggi spælandi orðalagið, sum ikki er eitt stívrent kvæðaørindi at fáa bókstavarím til skúlabrúks, men beint fram brúksføroyskt loyst úr lagdi"  -, ummælari.Mohr, Høgni (2019). mær dámar ikki høgna hoydal (in Faroese). Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880549. Týtt og ritstjórnað. 2006 - Askur og Embla (týtt), Bókadeild Føroya lærarafelags, 204 síður. 2013 - Sannleikin um ástarævintýrið (týtt og ritstjórnað), Øgiliga egið forlag, 35 síður. Kim Larsen. Kim Melius Flyvholm Larsen (23. oktober 1945 - 30. september 2018) var ein danskur tónleikari og rithøvundur. Í síni yrkistíð seldi hann meir enn 2.5 millónir tónleikaeintøk. Lív- og yrkisleið. Kim Larsen var føddur í Keypmannahavn í 1945. Hann varð inspireraður av The Beatles, og byrjaði sína yrkisleið sum sangskrivari og gitaristur. í 1969 møtti hann Franz Beckerlee og Wili Jønsson, og saman stovnaðu teir bólkin Gasolin. Seinni fingu teir Søren Berlev afturat sær sum trummara. Gasolin gjørdist eitt av mest vælkendu rokkbólkunum í Danmark nakrantíð. Bólkurin fór sundur í 1970-árunum. Kim luttók í Dansk Melodi Grand Prix í 1979 við sanginum "Ud i det blå". Hann endaði á einum triðja plássi útav 17 luttakarum. Sangurin er at finna á útgávuni "231045-0637." Um 1980 flutti Kim til New York. Har útgav hann tvær tónleikaútgávur, men eftir at tað ikki eydnaðist honum at sláa ígjøgnum í USA, flutti hann heim nøkur ár seinni. Kim útgav fleiri soloútgávur í 1980-árunum, og fekk eitt hitt í 1983 við útgávuni "Midt om natten". Útgávan bleiv meir ella minni ljóðbandið (soundtrakkið) til filmin við sama navni, ið var bygdur á útgávuna. Í 1983 stovnaði Kim bólkin "Kim Larsen & Bellami" og útgav fýra útgávur upp til 1992. Um hetta mundið fór bólkurin sundur vegna ósemju. Eftir hetta útgav hann soloútgávuna "Hvem kan sige nej til en engel". Í mittuni av 1990-árunum stovnaði hann bólkin "Kim Larsen og Kjukken", teir høvdu sín heimstað í Odense. Í endanum av 2017 fekk Kim staðfest prostatakrabba. Hetta ávirkaði tónleikaferð hansara við "Kim Larsen og Kjukken", tá teir vóru bókaðir til at framføra allan januar, februar og mars 2018. Í einum Facebookinnslagi frá bólkinum, greiddi Kim frá at hann var keddur av umstøðunum, og greiddi frá ætlanum um at byrja aftur at spæla á sumri 2018. Kim Larsen doyði av prostatakrabba í heimi sínum tann 30. september 2018, har hann var umringaður av sínum kæru. Viku seinni varð ein stór minningarkonsert hildin í hansara æru í Keypmannahavn. Umleið 35.000 fólk luttóku, og ímillum tónleikarar vóru donsku bólkarnir Magtens Korridorer, Love Shop og The Minds of 99, ið framførdu kendu sangirnar hjá Kim. Ingra Lyberato. Ingra de Souza Liberato (fødd 21. september 1966 í Salvador) er sjónleikari úr Brasil. Antonio Fagundes. Antonio da Silva Fagundes Filho (føddur 18. apríl 1949 í Rio de Janeiro) er ein sjónleikari úr Brasil. Bia Seidl. Maria Beatriz Parpinelli Seidl (fødd 19. september 1961 í Rio de Janeiro) er sjónleikari úr Brasil. Anna Evensen. Anna Marie Nicoline Evensen (fødd Lützen; 10. juli 1841, deyð 1927) var dóttir Andreas Christian Lützen, fyrsta Lützen í Føroyum, og Evu Margrethu úr Baianstovu. Anna giftist við prestinum Jens Christian Evensen, tey fingu børnini Jens Evensen, Andreas Christian Evensen, Margrethe Elisabeth Sørensen, Margrethe Frederikke vanliga nevnd Frida, Johannes Evensen og Johan Edvard Evensen. Tey búðu fyrst á Viðareiði, har Jens Christian hevði sítt fyrsta prestastarv. Síðan fóru tey til Hvalibar, seinni endaðu tey á Nesi, tá Jens Christian gjørdist próstur. Tá heilsan hjá manni hennara viknaði, fluttu tey til Bregninge í Danmark, har Jens Christian fekk prestastarv í 1900, bert 4 ár eftir doyði Jens Christian Evensen. Tá flutti Anna í fyrsta umfari heim aftur til Føroyar, men hon flutti aftur til Bregninge, har ein dóttir, Elisabeth var gift. Í 1927 doyði Anna, 85 ára gomul. Hon var jarðað undir liðini á manni hennara í Bregninge. Gravsteinarnir standa nú beint undir kirkjuvegginum. Børn hennara. Jens Evensen doyði heilt lítil á Viðareiði og var jarðaður har. Andreas Christian Evensen var prestur, málvísindafólk, blaðstjóri, rithøvundur og politikari fyri Sjálvstýrisflokkin. Í 1903 varð fyri fyrstu ferð prædikað í føroyskari kirkju á føroyskum í Skopunar Kirkju, eftir at skopuningar høvdu savnað undirskiftir við áheitanini. Hann varð settur próstur í 1917, men gjørdist so sjúkur, at hann doyði sama ár. Hvussu umfatandi hansara áhugamál vóru, sæst eisini av, at Andreas Christian Evensen var við til at stovna Føroya Fiskimannafelag og var í fyrstu nevndini í 1911. Margrethe Elisabeth Evensen flutti saman við foreldrunum til Bregninge á Sjællandi. Her giftist hon við einum einkjumanni, Søren Sørensen, ið var lærari. Tey fingu sonin Jens, sum gjørdist gartnari á Assistens kirkjugarðinum í Keypamannahavn. Hann var giftur, men doyði ungur og barnleysur. Margrethe Frederikke Evensen, kallað Frida, giftist við systkinabarninum Johan Evensen, sum var kolonistjóri ymsastaðni í Grønlandi. Tey áttu fýra børn. Tá ið Johan doyði, flutti Frida til Danmarkar, har hon var einkja í 50 ár og doyði í 1966. Johannes Evensen var yvirgrannskoðari í landbúnaðarmálaráðnum í Keypamannahavn. Hann var útbúgvin landmálari. Í 1920 matrikuleraði hann í Tórshav, og í 1950øunum matrikuleraði hann í Fámjin. Johan Edvard Evensen varð vanliga nevndur Spinnarin, tí hann hevði spinnarí í Havn. Hann var tann fyrsti, sum varð grivin í nýggja kirkjugarðinum í Havn í 1935. Beiggjar hennara. Anna Lützen hevði átta beiggjar. Fyrsti Nicles Evensen doyði bert hálvt ára gamal. Síðani kom Anna sjálv og eftir hana komu hinir sjey beiggjarnir. Nicels Lützen fór í 1858, 14 ára gamal, til Klaksvíkar at arbeiða í Klaksvíkshandlinum. Jacob Lützen (1845-1920) var tann einasti av systkjunum, sum bleiv verandi í Havn. Í 1871 yvirtók Jacob Lützen, 31 ára gamal, handilin frá pápanum og flytir hann yvir í Fútastovu. Hetta varð størsti úthandilin hjá Jørgen Bech & Sønner. Jacob giftist við Henriettu, vanliga kallað Jetta, dóttir gamla Restorff. Hann bygdi sethús niðast við Tinghúsvegin, eystanfyri, Hetta gjørdist tann kendi handilin hjá Jacob Lützen við Áarvegin. Ovaru hæddina nýtti sonurin Valdemar til íbúð, inntil hann bygdi húsini í Rættará seinast í 1920-unum. Lütje fór ungur niður at lesa. Komin heim aftur gjørdist hann fulltrúi hjá fútanum. Í 1878 gjørdist hann fyrsti blaðstjóri á Dimmalætting. Andreas Christian Lützen fór til Amerika at grava eftir gulli. Tað frættist frá honum í eini tvey ár. Síðstu ferð hann skrivaði, ætlaði hann sær til Australia. Meira vita tey ikki. Georg Flemming var uppkallaður eftir sorinskrivaranum, Tillish, sum var góður við pápa hansara. Georg doyði ungur í 1860. Vilhelm Lützen doyði ungur ársgamal av difteritis Edvard Ægideus Lützen var prestur, búði seinast í Fredericia. Hann var eisini trúboðari í Grønlandi. Eftirkomar hennara í Føroyum. Einastu eftirkomar hjá Annu Evensen í Føroyum er ein abbadóttir Johan Edvard, Ingun Schiller, sum er gift við Eiriki Lindenskov, blaðstjóra á Miðlahúsinum. Tey eiga børnini Annu og Jónas Lindenskov Schiller, sum eisini eru eftirkomar hjá Annu Evensen í Føroyum. Navnið Anna. Navnið Anna er søguligt í Evensenættunum. Anna Evensen varð uppkallað eftir ommu síni Anna Marie Hansdatter. Yngsti sonur Annu Evensen, Johan Edvard kallaði dóttir hansara upp eftir mammu síni. Ommudóttirin giftist við Gunder Schiller Johanson, ið átti Gunder Harratoy, hon tók navn hansara til sín Anna Schiller. Anna og Gunder Schiller doyðu bæði ung, hóast fingu tey tvær døtrar, ið báðar kallaðu elstu dóttur teirra upp eftir mammu teirra Annu. Bókin. Í 1925 fekk Christian Olsen orðið á hana. Hon greiddi frá, meðan hann skrivaði niður, tá vóru trý eintøk gjørd. Hetta var fyrstahonds frásøgn frá eini føroyskari kvinnu, sum er fødd í 19. øld. Í 2013 kom bókin hjá Annu út prentað í upprunalíki, ið varð kallað Dagligdagur í 19. øld. University of Oxford. University of Oxford er ein lærdur háskúli í Oxford, Oxfordshire, Ongland. Um leið árið 1096 varð háskúlin settur á stovn í enska býnum. Harvið er hann elsti lærdi háskúlin í enskttalandi heiminum. Varðin Pelagic. Varðin Pelagic er eitt føroyskt, pelagiskt uppisjóvarvirki á Tvøroyri. Varðin Pelagic framleiðir fýra sløg av fiski, makrel, sild, svartkjaft og lodnu. Veiðitíðin fyri hesi fiskasløgini er vanliga frá august til februar, og tá er sera nógv at gera. Restina av árinum er lítið virksemi á virkinum. Flestu árini hevur makrelur verið umleið helvtin av rávøruni, tínæst sild, svartkjaftur og lodna. Varðin Pelagic keypir mest inn frá sínum egnu skipum. Tað meta teir vera eitt gott samstarv, ið eisini tryggjar góðskuna. Skipini hava fingið MSC-góðkenning, og hetta hevur nógv at týða í veiðu-, framleiðslu- og søluliðnum. Fiskurin er feskur, í mesta lagi tveir dagar gamal, tá ið hann verður framleiddur. Fiskurin verður beinanvegin køldur niður, og er hitin alla tíðina -1,5 °C. Hetta er fyri at tryggja góðskuna. Framleiðslan á virkinum gongur soleiðis fyri seg, at fiskurin verður pumpaður inn úr tangunum á skipunum í eitt móttøkukar. Har verður fiskurin vigaður og síðani flokkaður í støddir. Fiskurin verður skorin til flak/avhøvdaður ella heilfrystur. Fiskurin verður síðani pakkaður í portiónir, sum í flestu førum eru 12,5 kg. Tað verður síðani fryst, pakkað, sett á plattar og koyrt í goymsluna. Virkið sigur seg klára at framleiða 1.000 tons um samdøgrið. Tá ið sesongin er, eru umleið 120 fólk knýtt at virkinum. Søgan. Uppisjóvarvirkið á Tvøroyri, Varðin Pelagic, varð stovnað í januar 2012. Bygningurin, ið húsast var í, var fyrrverandi Tvøroyrar flakavirki, ið Delta Seafood hevði keypt, eftir at Faroe Seafood var farið á tvingsilssølu. Delta Seafood fór í samstarv við Varðan í Gøtu um at byggja eitt uppisjóvarvirki. Varðin Pelagic læt upp í juli í 2012. Vitjanir og virðislønir. Tann 28. september 2012 vann Varðin Pelagic "Ársins Átak 2012" frá Vinnuhúsinum á Vinnudegnum, ið var hildin í Norðurlandahúsinum. 13. juni 2016 vitjaði Drotning Margretha virkið. 12. juni 2018 vijaði Ríkisfundurin, Føroya løgmaður, danski forsætisráðharrin og grønlenski landsstýrisformaðurin, virkið. 10. september 2018 vitjaði Føroyanevndin hjá Fólkatinginum virkið. 25. august 2018 vitjaði Poul Michaelsen, landstýrismaður saman við Tatianu Valovaya, nevndarlimi í EABS virkið. Surimiverksmiðjan. Í desember 2015 boðaði stjórin í Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen frá at felagið hevði ætlanir um at byggja eitt surimivirki fyri um 70 milliónir. Hetta skuldi økja virksemið og skapa 70 nýggj arbeiðspláss. Surimiverksmiðjan stóð klár á sumri 2017, og var klárt at fara í gongd tá uppsjávarvirkið brendi. Tá virkið opnaði aftur í 2018, søkti Varðin Pelagic um meningarkvotu uppa svartkjaft frá landsstýrinum, til royndarframleiðslu á surimi. Hetta varð ikki játtað, og var surimivirkið tí sett í bíðistøðu. Virkið kærdi avgerðina. Bogi Jacobsen, stjóri, segði við Dimmalætting í juni 2018, at virkið hevði ikki heilt sleppt ætlanum um framleiðslu enn Arbeiðsvanlukkur. Tann 2. september 2013 fekk ein maður skaða í ryggin, tá hann varð raktur ev einum trossa. Hetta hendi, tá skipið "Green Karmoy" royndi at leggja at. Í fyrru royndini tók ein hvirla í skipið, so tað bar við frystigoymsluna. Í aðru roynd varð so maðurin raktur av trossanum og slongdur einar 20 metrar eftir bryggjuni. Hann varð sendur á Suðuroyar sjúkrahús við heilaskjálvta. Tann 28. september 2016 varð ein 30 ára gamal, russiskur maður árendur av einum trukki. Maðurin arbeiddi á havnarlagnum í sambandi við avskiping, har stóð og taldi vøruplattar, ið komu úr skipinum. Maðurin varð fluttur við tyrlu á landssjúkrahúsið og lagdur í koma. Tann 29. mai 2018 fekk ein maður ein betongklassa omanyvir seg Mett var at fyrisitingin og stýringin av arbeiðinum hevði ikki verið nøktandi, og var hetta orsøk til vanlukkuna. Niðurstøðan hjá arbeiðseftirlitinum var hendan: "Arbeiðs - og Brunaeftirlitið metir, at arbeiðið var ikki nóg væl lagt til rættis og at tað var hugsað ov lítið um, hvussu tungur betongklossin var. Klossin átti at verið tikin niður í fleiri smærri pettum, serliga við atliti til, at eingin lyftiútgerð varð nýtt til uppgávuna". Suðuroyar Betongsaging fekk eitt sektaruppskot upp á 10.000 krónur. Tann 21. juni 2018 varð ein maður árendur av eini lyft. Maðurin læt lív av løstunum. Arbeiðsgevari var MTV byggivirki. Maðurin var seinni kunngjørdur at vera countrysangarin Alex Bærendsen. Eldsbrunin 2017. 9. juni 2017 kyknaði stórur eldur í uppsjóvarvirkinum. Eldurin kyknaði fyrrapart og innan stutta tíð varð skúlin á Tvøroyri evakueraður, eins og fólk vórðu biðin um at fara frá staðnum. Eldurin vaks í vavið og út á seinnapartin bleiv alt innan 1 kilometur frá virkinum sperrað, meðan sløkkisliðsfólk bardust við at basa eldinum. Eldsbrunin var so umfatandi at drekkivatnið var ikki drekkandi í stórum parti av Suðuroy, vegna grun um amonniakkleka, og at roykur spreiddi seg til Fámjins. Verjuskipini Tjaldrið og Brimil spulaðu við fullari orku á virkið í meira enn eitt døgn, meðan sløkkiliðsbilar vórðu boðsendir úr Tórshavn fyri at fara til Suðuroyar at hjálpa til. Fólk, ið búðu tættast við Varðan Pelagic, sluppu ikki til hús fyrr enn dagin eftir eldsbrunan. Fleiri av fólkunum, ið vóru evakueraði, vóru flutt til Miðnámsskúlan, ið liggur sunnanfyri Hovstunnilin. Skúlabørnini í Tvøroyrar skúla vóru flutt við bussum til Hvalba. Dagin eftir gingu enn vaktir um økið at tryggja at ongin óviðkomandi fór inn á økið, tí bygningarnir stóðu til at rapa. 600 tons av virkaðum fiski var í frystigoymsluni, ið ikki tók skaða av brunanum. Hetta var flutt umborð á frystiskip. Meginparturin av fiskinum var longu seldur til Russlands og Danmarkar. Kanningararbeiði fór í gongd beinaveg at nágreina hví eldurin uppstóð. Løgreglan kom fram ti tí niðurstøðu at ikki var møguligt at nágreina hvør orsøkin var. Staðfest var at eldurin uppstóð í økinum, ið var brúkt til pakking. Sveisiarbeiði við CO2 hevði verið á staðnum, men mett var at arbeiðið var farið rætt fram og eftir galdandi forskriftum. Elektriska skipanin var so mikið illa farin, at ikki var møguligt at staðfesta nøkur brek. Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, ásannaði, at ongin ávaringar- og sprinkliskipan var í framleiðsluhøllini, og tí tók tað stutta tíð til virkið stóð í ljósum loga. Avleiðingar. Í september 2018 varð fundur settur um eina rokning frá MEST. MEST læt bátin Samson hjálpa til at basa eldinum árið fyri. MEST hevði upprunaliga sent Tvøroyrar Kommunu rokningina aljóðandi 205.000 krónur. Kommunan metti, at eldurin hevði verið so stórur, at landið skuldi traðka til, men hetta var landið ósamt í. Fiskimálaráðið vildi eiheldur gjalda rokningina. Somuleiðis var eisini ósemja um yvirtíð hjá starvsfólkunum umborð á Tjaldrinum, ið bert fingu ein part av síni løn útgoldna sum yvirtíð, tá skipið starvaðist við at basa eldinum. Varðin Pelagic var tryggjað av Betri Trygging, og kundi tað síggjast á úrslitinum fyri fyrru helvt av 2017. Tvøroyrar kommuna varð eisini sterkt ávirkað, og misti umleið 1 milión krónur í skatta- og havnargjøldum. Eldsbrunin hevði stóra ávirkan á arbeiðsloysið í Suðuroy, ið vaks til 6.5 % í juli 2017. Eldsbrunin mundi eisini ávirkað jóansøkuróðurin, ið skuldi haldast á Tvøroyri. Hetta var tí at vandi var fyri at bygningurin stóð til at rapa. Hetta hendi tó ikki, og róðurin var róður, sum ætlað á jóansøku á Tvøroyri tann 24. juni 2017. Onki regluligt brunaeftirlit hevði verið í Føroyum í nógv ár. Eftir brunan í Varðanum Pelagic var avgjørt at leggja Bruna- og Arbeiðseftirlitið saman í ein stovn. Endurbygging. Beinaveg var farið undir ætlanir um endurbygging av virkinum. 3. august 2017 gav Tvøroyrar kommuna Varðanum loyvi at byggja uppaftur á sama stað á einum eykabýráðsfundi. Nýggja virkið skuldi gerast vakrari, og vera prýði fyri Tvøroyri. Sp/f MTV-byggivirki í Froðba, fekk uppgávuna at byggja virkið uppaftur, og var ætlanin at byrja virksemi aftur um ársskiftið 2017/2018. 14. desember 2017 var reisigildi hildið á Seglloftinum á Tvøroyri fyri nýggja virkinum. Nýggja virkið var royndarkoyrt tann 29. september 2018, tá Tróndur í Gøtu kom inn við 350 tonsum av makreli. Nýggja virkið sum nú er umleið 150 metrar langt og 50 metrar breitt. Gólvvíddin er tilsamans 7.500 fermetrar. Virkið hevur somuleiðis fingið fleiri nýggjar heintleikar. Leo Varadkar. Leo Varadkar (føddur 18. januar 1979 í Dublin) er ein írskur politikari, ið síðan juni 2017 hevur verið formaður fyri flokkin Fine Gael. Hann var forsætisráðharri Írlands (írskt: "Taoiseach") frá 2017 til 2020. Enda Kenny. Enda Kenny (írskt: "Éanna Ó Coinnigh"; føddur 24. apríl 1951 í Castlebar, Mayo) er ein írskur politikari og fyrrverandi forsætisráðharri Írlands (írskt: "Taoiseach" 2011-2017). Hann hevur eisini verið formaður fyri flokkin Fine Gael frá 2002 til 2017. Michael D. Higgins. Michael D. Higgins (írskt: "Mícheál Dónal Ó hUigínn"; føddur 18. apríl 1941 í Limerick) er ein írskur politikari og núverandi forseti Írlands ("Uachtarán na hÉireann"). Tann 11. november 2011 gjørdist hann 9. forseti og hann varð afturvaldur í oktober 2018. Frá 1968 til 2011 hevur hann verið limur í Írska javnaðarflokkinum Labour Party. Síðani var hann leysgangari. Mary McAleese. Mary McAleese (írskt: "Máire Pádraigín Mhic Ghiolla Íosa"; fødd 27. juni 1951 í Belfast, Norðurírland) er ein írskur politikari og fyrrverandi forseti Írlands ("Uachtarán na hÉireann"). Tann 11. november 1997 gjørdist hon 8. forseti Írlands. Hon varð afturvald í 2004. Frá 1987 til 2004 hevur hon verið limur í Írska borgarliga flokkinum Fianna Fáil. Síðani var hon leysgangari. Vilhelm IV av Stórabretlandi. Vilhelm IV av Stórabretlandi (á enskum: "William IV of the United Kingdom") (21. august 1765–20. juni 1837) var kongur av tí Sameinda Kongaríki Stórabretland og Írland frá 26. juni 1830 til 20. juni 1837. Hann var sonur Georg III av Stórabretlandi og Charlotte av Mecklenburg-Strelitz, og var bróðir Georg IV av Stórabretlandi. Hann var tann seinasti bretski kongurin frá Hannover Húsinum. Georg IV av Stórabretlandi. Georg IV av Stórabretlandi (á enskum: "George IV of the United Kingdom") (12. august 1762–26. juni 1830) var kongur av tí Sameinda Kongaríki Stórabretland og Írland frá 29. januar 1820 til 26. juni 1830. Hann var sonur Georg III av Stórabretlandi og Charlotte av Mecklenburg-Strelitz, og var eldri bróðir Vilhelm IV av Stórabretlandi. Hann var tann næstseinasti bretski kongurin frá Hannover Húsinum. Georg III av Stórabretlandi. Georg III av Stórabretlandi (á enskum: "George III of the United Kingdom") (4. juni 1738–29. januar 1820) var kongur av Stórabretlandi og Írlandi frá 25. oktober 1760 til 1. januar 1801, kongur av tí Sameinda Kongaríki Stórabretland og Írland frá 1. januar 1801 til 29. januar 1820, og kongur av Hannover frá 12. oktober 1814 til 29. januar 1820. Hann var sonur Frederick Lewis av Wales og Augusta av Sachsen-Gotha, og var bróðir Caroline Mathilde drotning av Danmark og Noreg, konu kong Kristjan VII (1766 - 1808). Georg III var tann triði bretski kongurin frá Hannover Húsinum. Vilhelm III av Onglandi. Vilhelm III av Onglandi, Vilhelm II av Skotlandi ella Vilhjálmur av Orania (á enskum: "William III of England, William II of Scotland" ella "William of Orange") (4. november 1650–8. mars 1702) var kongur av Onglandi, Skotlandi og Írlandi frá 1689 til 1702. Hann var sonur Vilhjálm II av Orania og Mariu Henriettu Stuart, prinsessa av Orania. Fine Gael. Fine Gael (úr írskum: "írsk familja"), er ein kristiligur-liberalur-konservativur politiskur flokkur í Írlandi. Flokkurin varð stovnaður í 1933 og er í løtuni størsti politiski flokkur í írska undirhúsinum ("Dáil Éireann"). Fyrrverandi írski forsætisráðharrin Enda Kenny hevur verið formaður floksins frá 2002 til 2017. Sama árið gjørdist Leo Varadkar leiðari, sum nú er eisini írski forsætisráðharrin. Fine Gael er limur í Evropeiska Fólkaflokkinum (EPP). Listi yvir forsetar Írlands. Listi yvir forsetar Írlands er ein listi yvir statsleiðarar í írska lýðveldið (írskt: "Poblacht na hÉireann"; enskt: "Republic of Ireland") síðan 1938. Áras an Uachtaráin. "Áras an Uachtaráin" er húsið í "Phoenix Park" í Dublin, har írski forsetin býr. Georg I av Stórabretlandi. Georg I av Stórabretlandi (á týskum: "Georg Ludwig", á enskum: "George Louis") (28. mai 1660-11. juni 1727) var kurfúrsti av Hannover fra 23. januar 1698 til 11. juni 1727 og kongur av Stórabretlandi og Írlandi frá 1. august 1714 til 11. juni 1727. Hann var sonur Ernst August, hertogi av Braunschweig-Lüneburg - seinni kurfúrsti av Braunschweig-Lüneburg (Hannover) - og konu hansara Sophiu av Pfalz. Móðir hjá Georg var abbadóttir Jákup VI av Skotlandi/Jákup I av Onglandi og konu hansara Elisabeth Stuart. Tá enska tingið samtykti lógina um protestantisku arvafylgju til ensku trónuna ("Act of Settlement") í 1701, gjørdist Sophia fyrsta í røðini at arva ensku trónuna. Tá ið Sophia andaðist tann 8. juni 1714, gjørdist sonur hennara Georg fyrsti í røðini. Anna drotning doyði tann 1. august 1714, og soleiðis gjørdist Georg tann fyrsti bretski kongurin frá Hannover Húsinum. Luksemborgskt mál. Luksemborgskt ("Lëtzebuergesch") er eitt av vesturgermansku málunum. Luksemborgskt er móðurmál hjá sløkum 400.000 fólkum og verður fyrst og fremst tosað í Luksemborg, men eisini í teimum pørtum av Belgia, Frankaríki og Týsklandi, sum liggja fram við markinum til Luksemborg. Sigmundur Davíð Gunnlaugsson. Sigmundur Davíð Gunnlaugsson (føddur 12. mars 1975 í Reykjavík) er íslendskur politikari. Hann var forsætisráðharri Íslands frá 2013 til 2016 og formaður fyri Framsóknarflokkin frá 2009 til 2016. Í 2016 noyddist hann at leggja frá sær sum forsætismálaráðharri, tá ið tað varð avdúkað, at hann fjaldi pengar í skattaskjóli. Eftir at hann var farin úr Framsóknarflokkinum, stovnaði Sigmundur Davíð í 2017 nýggjan flokk Miðflokkinn, sum var stóri vinnarin á altingsvalinum í oktober sama árið. Castlebar. Castlebar (írskt "Caisleán an Bharraigh") er ein býur í Írlandi. Býurin liggur mitt í Co. Mayo, í landslutinum Connacht á vesturstrond Írlands. Castlebar hevur umleið 12 túsund íbúgvar og er høvuðsbýur/umsitingardepil og størsti býur í Mayo. Víddin av býarøki er umleið 27 km². Tindadýr. Tindadýrini eru sjódýr og halda seg mesta partin av lívinum niðri á botni. Tey eru ógvuliga vanlig her hjá okkum, bæði innan- og uttansyndis, ofta so nær, at tey liggja turr á fjøru. Navnið kemur av, at í ella undir húðini á teimum eru kálkplátur við knútum á, sum hjá summum eru runnar saman til harða skel við spiskum, liðiligum tindum. Vit býta tindadýrini í tveir flokkar: krossfiskar og igulker. Krossfiskur hevur ymiskan lit eftir staðnum, sum hann heldur seg á, grágulur, gulreyður yvir í bláreytt. Kroppurin er skiftur í fimm einsskapaðar kropslutir, armar, ið ganga út úr miðstykkinum sum snældur á rokki. Undir teirri bleytu húðini á bakinum er ein mongd av smáum kálkplátum við smáum knútum á: undir búkinum eru pláturnar størri og raðlagdar. Saman gera allar hesar pláturnar eina fasta, men liðiliga skel uttan um dýrið. Leggja vit krossfisk víðopnan, kreppir hann ein ella tveir armar inn undir seg og vendir sær við. Føðin er mest smádýr og ræ. Igulker eru rundvaksin dýr og so kúput, at tey nærmast líkjast hálvari kúlu. Flata síðan vendir niður, og mitt í henni er muðurin; gotið er uppií krúllinum. Undir húðini er so nógv kálk, at dýrið hevur harða skel uttanum seg. Hon er sett saman av nógvum regluliga skapaðum plátum, sum liggja á rað allan vegin kring dýrið úr krúllinum niður í munnin. Á einum livandi igulkeri sæst alt hetta ikki fyri súgfótum og kálktindum. Tilsamans eru 20 røð av kálkplátum. Í teimum smølu plátunum eru hol til súgføturnar, ið standa í samband við sjóæðrar inni í dýrinum, sum á krossfiski. Igulker er botndýr og skríður við súgfótum og teimum tindum, ið venda niðureftir. Ormar. Ormar eru vanliga langvaksin og kløn dýr. Teir hava lina húð og liva á landi, í feskum vatni og í sjónum. Nógv sløg liva sum snultarar í innvøli og vøddum á dýrum og fólki. Vit skifta ormarnar í tríggjar høvuðsflokkar: flatormar, rundormar og liðormar. Krabbadýr. Krabbadýrini eru stórur liðdýraflokkur og tann, sum í fjølbroytni kemur skordýrum næst. Men meðan flestu skordýr liva á landi, eru flestu krabbadýr sjódýr. Tey eru sera ólík í vakstrarlag og stødd og hava nógv bein, tíggju ella fleiri. Tey stóru anda við táknum, tey smærru við húðini. Kitinhúðin á teimum stóru krabbadýrunum hevur so nógv kálk í sær, at hon verður til harða skel. Flestu krabbadýr hava stóra broyting. Vit skifta tey í ringkrabbar, skelkrabbar og smákrabbar. Skelkrabbar eita so, tí teir hava stóra skel um høvd og frampart. Til henda bólkin hoyra tey flestu av teimum stóru og mest kendu krabbadýrunum á okkara leiðum. Jómfrúhummarin er av størstu krabbadýrum hjá okkum, hann er vanligur innansyndis, har botnurin er bleytur, mest í Tangafirði og norður gjøgnum Sundalagið. Hann er ljósreyður omaná og hvítur undir búkinum. Við grunnari skoru er høvdið avmarkað frá kroppinum, sum er skiftur í framkropp og bakkropp. Aftast er breið sundbløðka at svimja við. Um høvdið og framkroppin er stór skel, sum gongur úr bakinum niður við báðum liðum. Undir henni báðumegin eru táknurnar. Kongakrabbin uttan fyri Alaska í Norðuramerika er størsta krabbadýr, vit vita um. Hann er óføra stórur, vigar frá 4-9 kg og verður veiddur í túsundatali til matna. Hvítingsbróðir. Hvítingsbróðir (latín "Trisopterus esmarkii") hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar. Uggafjaðrarnar sita fremri enn fremsta ryggfjøður og røkka aftur til gloppið millum fremstu og mittastu ryggfjøður. Búkfjaðrarnar eru nakað fremri enn uggafjaðrarnar og eru langar og smalar. Fremsti teinur er longstur og røkkur á smáum fiskum ikki til gotið og á stórum fiskum aftur um gotið. Sterturin er eitt sindur innbogin, og strikan er nakað bogin frá miðjari síðu og yvir uggafjaðrarnar. Gotið er beint undir aftara enda á fremstu ryggfjøður. Hann hevur stutta finnu. Eygnatvørmátið er størri enn gronin. Hann hevur lítið undirbit, og kjafturin er á skák uppeftir. Hvítingsbróðir hevur stóran týdning fyri ídnaðarfiskiskapin. Hann er botnfiskur og uppsjóvarfiskur á dýpi niður á 300 m, tó sjáldan djúpari enn 250 m. Hvítingsbróðir er í Barentshavinum, sløðist til Eysturgrønlands og er undir Íslandi, suður í Norðsjógvin, Skagerrak og Kattegat, kring Bretsku Oyggjarnar suður til Biskeiavíkina. Hann er vanligur á føroyska landgrunninum og sæst eisini á Føroyabanka. Stóri kongafiskur. Stóri kongafiskur (latín "Sebastes marinus") verður upp í 100 cm langur, men vanliga 40-55 cm. Stóri kongafiskur hevur eina ryggfjøður við hørðum teinum fremst, eina gotfjøður við hørðum teinum fremst og stórar, rundligar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru nakað minni. Á kápubeinunum mitt á kápuni eru 5 píkar, tann niðasti vísir beint niðureftir. Eygnatvørmátið er umleið 26% av høvuðlongdini. Hann hevur undirbit. Ein lítil beinknúta er fremst á undirkjaftinum. Kongafiskasløgini fáa livandi ungar. Hann líkist lítla kongafiski og trantkongafiski. Stóri kongafiskur er frá Grønlandi til Svalbarðs, Murmansk og Novaja Semlja. Um Ísland, Føroyar og Hetland inn í Norskurennu, Skagerrak. Hann er eisini í Vesturgrønlandi og nakað suður við Norðuramerika, frá Baffinslandi og Labrador í Kanada til New Jersey í USA. Mike Pompeo. Mike Pompeo er uttanríkisráðharri í USA. Hann er fyrrverandi yvirmaður í herinum og er útbúgvin á virðimetta herakademinum, West Point. Hann fór úr herinum eftir fimm ára tænastu - uttan at hava verið sendur í kríggj - og fór síðan at lesa løgfrøði á Harvard University. Síðan stovnaði Mike Pompeo sína egnu fyritøku í Wichita í Kansas. Hann varð í 2010 valdur inn í Umboðsmannatingið við eitt nú fíggjarliga sterkum stuðulum í oljuídnaðinum. Í januar í 2017 varð hann settur sum stjóri í CIA. Libertanski Flokkurin. Libertanski Flokkurin hevur stillað upp til øll forsetaval í USA síðan 1971, og hóast flokkurin hevur fingið fólk vald í býráð og statir, so hevur flokkurin klárað seg illa, tá ið forseti skal veljast. Flokkurin selur seg við einum boðskapi um stórt frælsi og lítla uppíblanding frá stjórnini. Ella sum slagorðið sigur: “Minimum government – maximum freedom”. Flokkurin gjørdist triðstørsti flokkur við 3,3% av atkvøðunum í 2016. Rex Tillerson. Rex Tillerson (f. 23. mars 1952) er ein amerikanskur politikari, fyrrverandi uttanríkisráðharri í USA. Hann er føddur í Wichita Falls, Texas í 1952. Tillerson er útbúgvin sivilverkfrøðingur og byrjaði at arbeiða hjá Exxon í 1975. Í 1989 byrjaði hann at vinna seg fram í fyritøkuni, og í 2006 bleiv hann so bæði nevndarformaður og forstjóri í Exxon. Ein roynd, sum varð stuðlað av m.a. Rockefeller-familjuni, varð gjørd at skilja hesi bæði størvini at, men uppskotið fekk ikki neyðuga meirilutan, og tískil slapp Tillerson at halda fram í báðum sessunum. Hann er kristin og giftur við Rendu St. Clair, og tey hava fýra børn saman. LinkedIn. LinkedIn er eitt sosialt netverk fyri alskyns yrkisfólk, og síðan hevur fleiri enn 400 milliónir brúkarar um allan heimin. Linkedin er eitt netsamfelag, har dentur verður lagdur á yrki, starvsroyndir, útbúgving o.l. Microsoft hevur keypt LinkedIn í 2016, og feløgini siga, at hvørt partabrævið er keypt fyri 196 dollarar hvørt. Tilsamans er prísurin 26,2 milliardir dollarar, ella 173 milliardir krónur. Jeff Weiner, sum hevur verið ovasti stjóri í LinkedIn, heldur fram sum stjóri í LinkedIn eftir uppkeypið hjá Microsoft. Linkedin varð stovnað í 2003 og hevur í 2016 uml. 433 milliónir brúkarar. Luksemborgsk Wikipedia. Forsíðan á luksemborgsku Wikipediu, sum hon sá út 4 mai 2006 Luksemborgsk Wikipedia er tann luksemborgskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia. Retoromanskt mál. Retoromanskt ("Rumantsch, Rumauntsch" ella "Romontsch") er eitt romanskt mál, sum verður talað í summum fjarløgdum bygdaløgum uppi í fjøllunum í Sveis, fyrst og fremst í landspartinum Graubünden. Retoromanskt er fjórða almenna málið í Sveis. Svartkalvi. Svartkalvi (latín "Reinhardtius hippoglossoides") verður í mesta lagi umleið 125 cm langur. Hann er botnfiskur millum 200 og 2000 metrar, men er eisini uppi í sjónum, heilt upp í vatnskorpuna. Um bakið er hann myrkabrúnur, næstan svartur. Á blindusíðu er hann dimt brúnligur, tó væl ljósari enn um bakið. Trolog garnaveiddur svartkalvi er ofta nakað sjávaður og litfarin, og ein farri av bláligum, viólbláum hómast tá. Svartkalvin er tann flatfiskur, ið hevur mest lit blindumegin. Svartkalvi er høgravendur flatfiskur. Vinstra eyga kemur ikki heilt yvir á ovaru síðu, sum á øðrum flatfiskum, men verður verandi á kantinum á høvdinum. Hann hevur stóran kjaft við hvøssum tonnum, og týðiligt undirbit. Ryggfjøðurin byrjar beint aftan fyri vinstra eyga. Gotfjøðurin er frá gotinum aftur til klingruna. Uggafjaðrarnar eru nakað smáar og eru umleið eins til støddar. Hann hevur smáar búkfjaðrar. Sterturin er bert eitt lítið sindur innbogin aftan. Strikan er bein. Rangir svartkalvar síggjast av og á. Svartkalvi verður nógv veiddur og er dýrur fiskur. Svartkalvi er allastaðni undir Føroyum, har sjógvurin er kaldur. Annars er hann frá Svalbarði til Murmansk og Norskurennu. Hann er vestan fyri Írland, á Hattonbanka og grynnum haðani norðureftir. Hann er við Jan Mayen, undir Íslandi og í Grønlandi. Frá Baffinslandinum til New Jersey. Í norðaru pørtunum av Kyrrahavinum er hann eisini. Gullaksur. Gulllaksur (latín "Argentina silus") er vanligur í vestara parti av Barentshavinum, við Norra, í Skagerrak, norðara parti av Norðsjónum, vestan fyri Skotland og Írland, undir Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Í vestara parti av Atlantshavi er hann í Davisfirði, við Nova Scotia, Grand Bank og George’s Bank í Kanada. Hann er á djúpum vatni úr 150 m. niður á 1400 m. Gulllaksur stendur bæði við botn og eisini eitt sindur uppi í sjónum, leysur av botni. Óvist er, um gulllaksur undir Føroyum er ein sjálvstøðugur stovnur ella um samband er við leiðirnar rundan um okkum. Í ICES verður gulllaksur við Føroyar viðgjørdur sum partur av einum felags stovni. Gulllaksur verður lívfrøðiliga roknaður sum ein djúpvatnsfiskur, sum lond hava bundið seg til at fiska við serligum fyrivarni. Við Føroyar er gulllaksur bæði á Landgrunninum, við bankarnir vestanfyri og á Wyville Thomson rygginum. Gulllaksur undir Føroyum er fingin frá 60 m. dýpi niður á einar 850 m., men mest á 300-700 m. dýpi. Svartkjaftur. Svartkjaftur (latín "Micromesistius poutassou") verður upp í umleið 50 cm. Í veiðuni er hann vanliga 20-35 cm langur. Hann er uppsjóvarfiskur og botnfiskur, vanliga úr 200 m. niður á 400 m. dýpi, men eisini úr vatnskorpuni niður á umleið 1000 m. Livandi í sjónum hevur svartkjaftur heilt annan lit enn tann trolveiddi fiskurin. Livandi minnir hann mest um hvíting, tó heldur grønari. Trolveiddur fiskur missir roðsluna og av tí eisini sínar litir, og tá sær hann soleiðis út: bakið er óblankt blálitt, ljósari bláur, og silvurkendur er hann um síðurnar og hvítgráur undir búkinum. Hann er svartur inni í kjaftinum og táknaholunum. Svartkjaftur hevur tríggjar smáar ryggfjaðrar. Tær báðar fremru eru stuttar og ganga upp í ein spíss. Tann aftasta er long. Hann hevur tvær gotfjaðrar. Tann fremra er um ein triðing av heildarlongdini. Tann aftara er umleið somu longd sum aftasta ryggfjøður. Fremra gotfjøður kemur fram undir uml. hálvar uggafjaðrarnar. Siljafiskar hava langar búkfjaðrar, rognafiskar hava stuttar. Kjafturin er fremst á gronini. Hann hevur undirbit. Sterturin er eitt sindur sýldur. Gotið er umleið undir fremra enda á fremstu ryggfjøður, kanska heldur fremri. Svartkjaftur er um alt tað føroyska sjóøkið, bæði við botnin og uppi í sjónum. Annars er hann um tað mesta av havinum, í Barentshavinum, undir Eysturgrønlandi og Íslandi, í Biskeiavíkini, Norðsjónum og Skagerrak suður í vestara part av Miðjarðarhavinum, og nakað suður við Vesturafrika. Undir Vesturgrønlandi og suður til USA. Sild. Sild (latín "Clupea harengus") er vanlig víða um í norðara parti av Atlantshavinum. Undir Føroyum eru 3 sildagreinar. Ein grein gýtir um várið, og av henni er nógv til her. Hin greinin gýtir á heysti og sumri. Av henni er ikki nógv til her. Triðja greinin verður nevnd havsildin. Vísindaliga verður hon skipað undir teir 3 sildastovarnar, vit nevna atlantoskandisku stovnarnir. Havsildin gýtir yviri undir Noregi á vári, hon kemur í føroyskt sjóøki bæði at gýta og leita sær eftir føðslu. Sild er úr vatnskorpuni niður á meira enn 200 m. Norðhavssildin stendur stundum heilt niður á 450 m. Er vanliga djúpari um dagin enn um náttina. Sild er uppsjóvarfiskur og virðismikil fiskur. Sild er langur og smidligur fiskur, hon er væl hægri enn breið. Hon hevur eina lítla ryggfjøður mitt á bakinum, eina lítla gotfjøður, ið situr aftur móti klingruni, smáar búkfjaðrar, ið sita beint aftan fyri fremra enda á ryggfjøðurini. Hon hevur undirbit. Sild er í Atlantshavinum úr Biskeiavíkini til Grønlands, norður móti Jan Mayen, Svalbarði og eystur móti Novaja Semlja, í Hvítahavinum og Karahavinum. Eisini er hon í Eystarasalti og Norðsjónum. Vestanfyri úr Grønlandi til Suðurcarolina. Hon er eisini undir Íslandi, Føroyum og Noregi. Grindahvalur. Grindahvalurin er eitt av størstu djórunum í springarafamiljuni. Hann er ein ímynd av føroyskari mentan og hevur hjálpt føroyingum at yvirliva í fleiri øldir. Grindahvalir liva í familjubólkum, sum eru samansettir av honum, ungum teirra og av eldri hvalum. Ein vanligur bólkur hevur næstan 70% hondjór, og fyri at sleppa undan innannøring makast hesar bert við hannum úr øðrum bólkum. Líknandi familjubólkar, har honirnar hava avgerandi leiklutin, eru óvanligir í djóraheiminum. Grindahvalur er ikki friðaður. Einstakar grindir verða dripnir í Grønlandi, men annars verður grindahvalur nú á døgum bara hildin til í Føroyum. Bleikja. Bleikja (latín "Salvelinus alpinus") hevur ymsar litir eftir umstøðunum, árstíð, kyni, stødd, aldri og staði. Hon er dimm blá-brún-grá um bakið, blágrá um síðurnar, við smáum, reydligum blettum, men eisini við stórum, ljósum blettum. Undir búkinum er hon ofta silvurlitt.  Bleikja er høvuðlítil og hevur lítlan kjaft. Í Føroyum var bleikjan upprunaliga bert í Leynavatni. Har verður hon neyvan størri enn 40 cm, vanliga um 20-30 cm. Hon er slept í vøtn og byrgingar, og í onkrum støðum verður hon væl størri enn í Leynavatni, kanska um 60 cm. Flestastaðni er hon bert í feskum vatni, men summastaðni, t.d. í Grønlandi, er hon eisini í sjónum. Bleikja er í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Á Svalbarði, Novaja Semlja, á Sibirisku oyggjunum og heilt eystur í Beringssundið. Um alt Noreg, í Finnlandi og Svøríki. Í Írlandi og norðara parti av Bretlandi. Í alpunum í Sveis. Bleikja er innflutt til Kanada, Alaska, Maine og New Hampshire. Állur. Állur (latín "Anguilla anguilla") heldur til bæði í sjógvi og feskum vatni. Hann gýtir í Sargassohavinum, og yngulin rekur við streyminum til Evropa, har hann sum glasállur fer upp í feskt vatn, og har heldur hann til, til hann fleiri ár seinni aftur fer á sjógv at fara aftur í Sargassohavið at gýta. Állur verður í mesta lagi 140-150 cm langur. Tá ið hann sum glasállur fer úr sjónum upp í feskt vatn, er hann um 7 cm. Fleiri ár seinni, tá hann aftur fer á sjógvin, eru siljafiskarnir ikki størri enn 60 cm. Í Føroyum eru rognafiskarnir sjáldan longri enn 65 cm, men kunnu verða upp í 125. Állur er langur og klænur fiskur. Tvørskurðurin er mest sum rundur. Ryggfjøðurin er frá stertinum og umleið 2/3 fram á bakið. Hann hevur eina gotfjøður, ið byrjar beint framman fyri miðjuna á fiskinum og gongur aftur á endan. Sterturin er lítil, samanvaksin við ryggfjøðurina og gotfjøðurina. Hann hevur tvær smáar, avrundaðar uggafjaðrar og hevur ikki búkfjaðrar. Hann hevur lítið høvd, smá, rund eygu og undirbit. Tá állurin búnast og gerst blankur, vaksa eyguni munandi. Állur líkist haválli, men kennist frá honum m.a. á tí, at uggafjaðrarnar koma ikki aftur undir ryggfjøðurina. Í Føroyum hevur állurin lítlan týdning, men nógvastaðni í Evropa verður hann nógv veiddur. Hann er úr Sargassohavinum til Móritania, fram við Evropa, í Íslandi og Føroyum til Norðurnoregs og í Hvítahavinum. Í Eystarasalti, Miðjarðarhavinum og Svartahavinum. Ahorn. Ahorntræ (latín "Acer pseudoplatanus") verður stórt og sterkt. Ahorntræ hóskar væl, har gras er, ella sum í Havn, á Vaglinum. Bløðini átøk merkinum í tí kanadiska flagginum. Telist millum tey leyvtræsløgini, ið hava verið roynd longst her á landi. Lýsing. Stórvaksið og breiðvaksið leyvtræ, ið eldist væl. Harðført, men missir vakstrarlagið í slitvindi. Skuggar nógv, og tískil minni hóskiligt, har lítið pláss er. Fólka seta ofta ahorntræ í urtagarðin, tí tað er vakurt. Men sum árini líða, breiðir kúnan seg so nógv, at hon skuggar fyri øðrum plantum. Røturnar breiða seg meir enn krúnan, og tær taka nógva føðslu úr jørðini. Eingi ávís krøv til vakstrarlíkindini, men trívst tó best í moldkendari jørð og góðari lívd. Tær løttu veingjaðu fruktirnar á ahorn tyrla í vindinum og verða ofta førdar langt burtur.
 Natúrlig útbreiðsla: Miðevropa. Leyvtrø. Leyvtrø eru eyðkend á bløðunum, hvussu tey eru vaksin, og hvussu tey standa á greinunum. Bløðini á leyvtrøum eru so ymisk, bæði hvussu tey eru skipað og æðrað. Roynitræ, ahorn og pílatræ eru leyvtrø. Um veturin eru trøini í dvala. Leyvtrøini missa bløðini, tí so setur nógv minni vatn út úr teimum. Mesta vatnið setur út gjøgnum bløðini. Men á teimum klønu greinunum á leyvtrøunum sita knappar, og inni í knøppunum liggja bløðini, sum spretta, tá ið várið kemur. Nógv nálatrø og leyvtrø standa grøn allan veturin. Men hesi sløgini eru lágvaksin. Tey breiða seg um garðin og liggja væl niður yvir moldina og verja hana, so hon fýkur ikki burtur. Vanligastu leyvtrøini í Norðurevropa eru eik og bók. Fýra leyvtrø vóru vanlig í Føroyum uml. 1850: urtapílur, loðpílur, pálmapílur og arktiskur pílur. Tey bæði seinastu eru nærum avoydd av seyði. Láturkópur. Láturkópur er einasti kópur, sum leggur í Føroyum. Láturkópur (latín "Halichoerus grypus") er tann einasti kópur í Føroyum. Láturkópur er morgráur um bakið við dimmum blettum, men ljósari undir búkinum. Hann heldur til í gjáum, sum myrk hol ganga frá langt inn í bergið, og tey eru nevnd látur. Kópurin heldur seg javnan uttan um látrini, og tá ið líður móti mikkjalsmessu, fer opnan inn á botn og upp á turt at leggja. Sum navnið sigur, so heldur hann til, har ið látur eru. Láturkópur er einasti kópur, sum nørist undir Føroyum; her verður stovnurin hildin at vera 3000-5000 kópar. Opnan kann gerast meira enn 40 ára gomul, men brimilin verður sjáldan meira enn 20 ára gamal. Láturkópur, ið vanliga veiðir fisk á botni, er kringur at leita eftir føði og kavar lættliga niður á fleiri hundrað metra dýpi. Láturkópur kemur longst suður av øllum kópum í Norðurhøvum, og hann er fjølmesti kópur undir Vesturevropa. Hann er í 3 økjum í Norðurhøvum: 1) norðan úr strondunum í Labrador í Kanada suður til Rhode Island í USA, 2) fram við strondunum í Norðurevropa frá Íslandi og Norðurnoregi til Normandí, og 3) í Eystarasalti. Føroya Sjósavn. Føroya Sjósavn varð sett á stovn í 2006, við ti endamáli, at sýna fram dýr og plantur sum liva í sjónum á okkara leiðum. Føroya Sjósavn heldur til í gamla íshúsinum á Argjum. Savnið er eitt stað, har millum annað skúlaflokkar, barnagarðsflokkar og aðrir bólkar kunnu koma á vitjan, eins og almenningurin kann vitja Sjósavnið. Føroya Sjósavn er skipað sum grunnur við nevnd og einum dagligum rakstri. Framsýningarnar hava síðan 2006 verið í íshúsinum á Argjum. Serligur dentur verður lagdur á at hava livandi framsýningar. Eini 200 fiskasløg eru fingin undir Føroyum. Fleiri teirra eru at síggja í kørum savnsins. Tórshavnar kommuna er høvuðsstuðul hjá savninum. Kongaminnið. Kongaminnið er ein stórur minnissteinur sum minni yvir fyrstu donsku kongsvitjanina í Føroyum, ið fór fram tann 25. juli í 1874. Minnissteinurin varð reistur í 1882. Kongaminnið stendur framvegis á sama heyggi, har tað hevur staðið síðani 1882 sum ein minnisvarði. Til áminningar um fyrstu donsku kongavitjan í Føroyum. Formurin - obeliskurin - er klassiskur, fornur, og stavar frá gamla Egyptalandi. Plantulívið í Føroyum. Einar 400 plantur vaksa í Føroyum. Ymiskt er, hvat veksur hvar, tí treytirnar eru ymiskar úr fjøru og niðan á hægstu tindar. a>. Sóljan veksur serliga í láglendi, tó so, hon finnst eisini í hæddum, har seyður ikki sleppur framat. Plantulívið í Føroyum er sera fjølbroytt. Tað finnast okkurt um 400 sløg av plantum í Føroyum, av teimum íalt 248.428 kendu plantusløgunum, ið finnast á jørðini. Av hesum eru 60 innførd av fólki; sum príðisplantur í urtagørðum ella, sum av óvart, eru komnar sum óbodnir gestir í ferðagóðsi. Ráðandi vøksturin er graslendi við sløgum, sum bæði vaksa í láglendi og á háfjallinum. Á háfjallinum, sum er oman fyri 400 m., verður vøksturin berligari við sløgum, sum eru eyðkend fyri láglendið á tí arktiska økinum. Urtapílur, aksgrógvin bløðkuurt og grámosi eru ráðandi sløgini. Vanligasti vøksturin er graslendi, ið er frá fjøru til fjallatind. Lyngheiðar finna vit bert í láglendinum upp í 200 m. hædd, har lyngheiðavøksturin hvørvur. Ráðandi planurnar á lyngheiðunum eru vanligur heiðalyngur (Calluna vulgaris), tvíkynjaður berjalyngur (Empetrum hermaphroditum), aðalbláber (Vaccinium myrtillus), sjáldnari eisini føroyskur klokkulyngur (Erica cinerea) og heiðabláber (Vaccinium uliginosum). Hópur av urtum vaksa eisini á lyngheiðunum, eitt nú børkumura (Potentilla erecta), fagurligt pirikum (Hypericum pulcrum) og smá silkibond (Polygala serphylla). Lyngheiðar eru bert á størstu oyggjunum og trívast best á lýggjum suðurvendum fjallasíðum. 17 sløg eru sera hótt, 5 eru hótt, 23 eru viðbrekin, 3 eru útdeyð í Føroyum og eitt er nærum hótt. Tríggjar av plantunum eru útdeyðar í Føroyum. Tær eru reyð várhagasólja (Taraxacum rubifolium), leggstutt fransagras (Primula vulgaris) og lyngjavni (Lycopodium annotinum). Reyð várhagasólja er serføroysk, og tað merkir, at hon veksur onga aðrastaðni enn í Føroyum. Tá ið hon vaks í náttúruni, vaks hon á økinum millum Føroya Læraraskúla og Landssjúkrahúsið í Tórshavn. Sóljan (Caltha palustris) er tann sjónligasta plantan í láglendi okkara og ber boð um, at várið er komið. Hon blómar sera tíðliga, sum oftast frá fyrst í mai og inn í juni. Í 2005 gjørdist sóljan tjóðarblóma okkara. Plantulívið í sjónum er eisini sera fjølbroytt, bæði í stødd og livimáta. Føroysk trø. a> er ein fjallaplanta, lagað til harðført veðurlag. Her vaksa eingi vill trø, bara gróðursettar viðarlundir og trø, ið eru sett niður í urtagørðum. Um vit fara heilt aftur til tíðina, fyri milliónum av árum síðani, tá gosfjøllini enn vóru virkin her um leiðir, kunnu vit síggja at Føroyar í ymsum tíðarskeiðum hava verið skógvaksnar. Kolaðar viðarklótur og prent av leyvið og trænálum er funnið í kolalindunum í Suðuroy og Mykinesi – og minna um fruktarbarar tíðarskáar á tí fastlandinum ið núverandi Føroyar einaferð vóru partar av. Syprisviður, taks og baraldur, risafura og ymisk leyvtrø. Tá fólk búsettust í Føroyum, vóru nøkur træsløg vanlig á oyggjunum. Einasta upprunaliga nálatræið var tó baraldur, ið verður hildin at hava verið vanligur runt um á oyggjunum. Tann upprunaligi baraldurin finst nú einans í Svínoy, men fólk hava funnið baraldarrøtur í torvmoldini runt um í Føroyum. Av leyvtrøum var urtapílur, loðpílur og arktiskur pílur vanligur, men loðpílur og arktiski pílurin eru nú mestsum avoyddir orsaka av seyðinum. Vill bjørk hevur eisini vaksi í Føroyum eftir ísøldina, men spreidd. Bjørkin hvarv tá fólk búsettust á oyggjunum. Eisini hassiltræ skal hava vaksi í Føroyum uml. ár 1000. Men hvørt tað var upprunavøkstur ella er komið við niðursetufólkunum er ógreitt. Undir øllum umstøðum hvarv hassiltræið aftur uml. 13. øld, tá veðurlagið gjørdist kaldari. Upprunaligur viðavøkstur í Føroyum um ár 1000 var baraldur og trý leyvtrø: urtapílur, loðpílur og arktiskur pílur. Síðan haran varð slept niðan í fjøllini um miðja 19. øld, er baraldurin næstan horvin. Urtapíl og loðpíl hevur seyðurin gnagað niður í rót. Hesliviður er eisini funnin, men óvist er, um træið er upprunaligur vøkstur, ella um vík­ingarnir hava havt tað við sær. Uml. ár 1000 var baraldur tað einasta nálatræið, sum vaks í Føroyum. Og helst vaks tað alla staðni kring oyggjarnar. Tá á døgum nýttu fólk greinirnar av baraldinum til at flætta eitt reip við, sum tey síðani nýttu at binda flagtekjurnar fastar við. Tá man skar torv, var tað heilt vanligt at finna tjúkkar røtur av baraldi í torvmoldini. Nú á døgum veksur baraldur bert at kalla vanligur í Svínoy. Hann er at kalla heilt horvin á hinum oyggjunum, hóast onkur einkultur runnur stendur onkra staðni. Ein av orsøkunum er, at tær útsettu snjóharurnar, innfluttar úr Noregi 1. august 1855, fara heilt illa við teimum nýggju sprotunum á baraldinum á vetri. Hassiltræ vaks eisini í Føroyum uml. ár 1000. Man veit ikki, um hassil var eitt uppruna træ, ella um víkingarnir høvdu hassilnøtur við sær, sum teir síðani sáddu. Helst hvarv hassil úr Føroyum vegna veðurlagsbroytingar umleið ár 1200. Bjørk hava vaksið í Føroyum síðan ta seinastu ístíðina fyri umleið 10.000 árum síðani. Betula nana hvarv helst fyri langari tíð síðani, meðan B. pubescens, sum helst bert hevur vaksið á nøkrum fáum plássum, hvarv, tá fólk settu búgv í Føroyum. Viðarlundirnar. Tað eru plantaðar fleiri viðarlundir runt um í Føroyum. T.d. í Vági og á Tvøroyri, í Miðvági og Sandavági, í Mikladali og lundin Úti í Grøv í Klaksvík. Í 1885 royndu menn at planta trø í størri vavi uttanfyri Tórshavn, men royndin miseydnaðist. Í 1903 royndu teir so aftur, og hesa ferð eydnaðist tað. Hettar varð til tað vit í dag rópa Viðarlundin í Havn. Í 1969 varð víðka um lundina og aftur í 1979, og Viðarlundin í Havn er størsti ”skógur” í Føroyum. Afturat sjálvari Viðarlundini eru eisini lundir við Studentaskúlan í Hoydølum og á Debesartrøð, har Landsbókasavnið og Fróðskaparsetrið liggja. Í desember 1988 herjaði ein hervilig ódn í Føroyum. Vindurin kom upp um 60 metrar um sekundið, og ódnin orsakaði umfatandi skaðar á hús og trø. Stórur partur av Viðarlundini í Havn fór fyri skeyti. Eitt megnar arbeiði er síðan gjørt fyri at endurreisa viðarlundina. Á Skógrøkt Landsins hava fólk gjørt nógvar royndir at fáa innfluttar trø og plantur at vaksa í Føroyum. Nakrar av trøunum og plantunum trívast væl í Føroyum. Fyrr í tíðini tóku prestar og onnur embætisfólk plantur við sær úr Danmark. Tey settu trø og plantur í urtagarðar í Føroyum. Træið, sum hevur vaksið best, er ahorntræið. Tað verður eini 300 ára gamalt. Í prestagarðinum í Kvívík var eitt ahorntræ plantað í 1760, og tað livir enn. Plantufrøði. Jens Christian Svabo nevnir í sínum yvirliti frá 1781-1782 100 plantusløg í Føroyum. Harnæst nevnir Nicolaj Mohr í 1786 25 plantur í Føroyum í síni frágreiðing um eina íslendska náttúrusøgu. Umframt hesar plantur nevnir Jørgen Landt í ár 1800 203 sløg í Føroyum. Hansara frágreiðing byggir á upplýsingar frá Nicolaj Mohr og J.C. Svabo. Seinni hava nógvir plantufrøðingar vitja í Føroyum. J.W. Horneman var í Føroyum í 1821 og 1837, W.C. Trevelyan í 1835 og 1837 og C. Martins í 1848. Í 1867 vóru danskir plantufrøðingar í Føroyum og gjørdu eina gagnmetandi endurskoðan av teimum skrásetingum, sum áður vóru gjørdar, og til samans fingu teir ein lista við 307 sløgum. Fleiri navnframir plantufrøðingar hava síðan vitjað í Føroyum, ein av teimum mest kendu er C.H. Ostenfeld, ið saman við J. Hartz gjørdi ein lista við 64 plantusløgum. Í 1936 kemur fyrsta floran á føroyskum máli eftir Rasmus Rasmussen, í 1952 kemur ein nýggj broytt útgáva við fleiri plantum, ið eru nýfunnar í Føroyum. Við tí endamáli at fáa upplýsingar um útbreiðslu og tíðleika av hægri plantum vórðu víðtøknar kanningar gjørdar um allar Føroyar 1960-1961. Í sambandi við hesar kanningar vórðu fleiri nýggj sløg funnin í Føroyum. Í 2000 kom nýggj føroysk flora eftir Jóhannes Jóhansen, og í 2000 kom ein dagførdur listi yvir útbreiðslu av hægri plantum. Í nýggjari tíð hevur verið langt ímillum, at nýggj sløg eru funnin. Seinastu skrásetingar av nýggjum sløgum úr Føroyum eru frá 1999 tá ið Anna Maria Fosaa og Jonas Laweson funnu ein lodnan fjallatistil á mosarókum og í 2002 tá ið Kieffe fann eitt nýtt slag av støri (Carex glareosa). Villar plantur í Føroyum. Listi yvir plantusløg. Yvirlitið er ikki fullfíggjað enn. Keldur. * Jólabukkur. Jólabukkar sum pynt á jólatræi. Ein jólabukkur er (nú á døgum) ein geitarbukkur gjørdur av hálmi, ið er festur við reyðum bondum. Fyrr í tíðini varð heitið vanliga brúkt um ein persón, ið gekk ílatin sum bukkur, og saman við øðrum gekk húsanna millum um jóltíðir, við tí endamáli at fáa mat og drekka. Jólabukkurin er nærum einans kendur í Norðurlondum. Upprunin er ókendur, men siðurin er ógvuliga gamal, og jólabukkurin er sostatt eitt av elstu norrønu jólasúmbolunum. Ein møguleiki er, at jólabukkurin stavar frá einum víkingasiði, at ofra ein bukk á jólum, sum ímynd av bukkunum hjá torugudinum Tóri, fyri at fáa eitt gott ár; eitt annað boð er at jólabukkurin kann vera uppkomin í kirkjuliga jólaspælið í miðøld, sum ofta hevði ein hyrntan devul, ið hevði ymsar líkleikar við jólabukkin. Mýrisólja. Mýrisólja, sum er vísindaliga heitið á Sóljuni hevur latínska heitið "Caltha palustris". Fyrri partur av navninum sipar til at plantan mest veksur í vátlendi, meðan annar partur av navninum helst sipar til sól. Aloftast verður hon bert rópt Sólja ella Sóleyga. Mýrisóljan er tjóðblóma føroyinga. Tað bleiv avgjørt í 2005, tá skipað varð fyri atkvøðugreiðslu um hvør blóma skuldi verða tjóðblóma. Átta ymiskar blómur vóru í uppskoti. Úrslitið varð, at sóljan lá klárt á odda og gjørdist okkara tjóðarblóma. Mýrisóljan hoyrir til "Ranunculaceae" (sóljuætt). Vísindaliga navnið Ranunculaceae stavar frá latínska orðinum "ranunculus", sum merkir lítil froskur. Orsøkin til navnið er, at flestu innan hesa ættina vaksa í vátligum lendi. Sóljan veksur serliga í láglendi, tó so, hon finnst eisini í hæddum, har seyður ikki sleppur framat. Skilur seg frá eitt nú skriðsólju, iglasólju og hinum sóljunum í ættini við, at hon er menniligari við sínum sermerktu stóru nýravaksnu bløðum og stóru gulu blómu. Sóljan var longu vanlig kring alt landið fyri o.u. 10.000 árum síðani í tí sonevnda “preboreala” tíðarskeiðinum, men tá fólk nomu land her, hvarv hon næstan. Mýrisólja blómar í mai og juni. Hon kann gerast 10 til 50 cm høg. Hon veksur í veitum, eftir áarbakkanum og í mýrum. Aðrar kendar blómur innan sóljuættina í Føroyum eru t.d. skriðsólja, svínasólja, kirkjubøsólja, snjósólja og iglasólja. Aksgrógvin bløðkuurt. Aksgrógvin bløðkuurt (frøðiheiti "Bistorta vivipara") er ein planta, sum veksur víða hvar í Føroyum. Einasta plantuslag í Føroyum, ið hevur verið kannað fyri litilstal, er aksgrógvin bløðkuurt. Kanningar vístu, at henda planta er fleirlitin í Føroyum. Munur er eisini á, hvussu fleirlitin aksgrógvin bløðkuurt er ymsastaðni í Føroyum. Eysæð er, at eisini fleiri onnur sløg í Føroyum eru fleirlitin, men kanningar eru ikki gjørdar av hesum enn. Blómurnar reydligar ella hvítar, standa í aksi, 8 sáðberar. Niðast á aksinum eru reyðir ella brúnir nøringsknappar, sum detta av og spíra til nýggjar plantur. Í heiða- og graslendi uttangarðs, í skursli, bæði niðarlaga og overlaga, tó mest í erva, og ofta síggjast bert bløðini. Bl. juni til juli. Fleiráraplanta, 5-20 cm. Jarðleggurin bendur, bølluvaksin. Loftleggurin ógreindur, upprættur. Bløðini mjátt váknvaksin, summi stundim vákn- til eggvaksin, tey niðaru langstelkað, heldur ljósari á niðara borði, blaðrondin afturábrett. Grámosi. Grámosi (frøðiheiti "Racomitrium lanuginosum") hevur ikki rættiliga rótskipan og ber hvørki blómur ella fræ. Fjallagróðurin í Føroyum er fyrst og fremst grámosi. Men eisini graslíðirnar hava sum ein stóran part av gróðrinum, og koma vit uppá hægstu fjallatindar, so gerst grámosin ráðandi. Sum tilfeingi hava mosar eisini havt stóran týdning nógvastaðni. Í longri tíðarskeið gerast mýrilendi til mógv tí tað er súrt, og einki oxygen sleppur til, í tílíkum umstøðum verður lívrunnið carbon ikki niðurbrotið. Við tíðini verður samantrýsti mosin til mógv. Tá ið mógvurin verður skorin verður hann torv og torv hevur verið ein týðandi orkukelda í Føroyum og aðrastaðni við. Uppi á sjálvum tindinum kann hærdur grámosi, ið klæðir tindin, vera grundarlagið undir einum plantusamfelagi, har fjallastør, reyðvingul og ofta eisini urtapílur og aksgrógvin bløðkuurt vaksa. Lyngjavni. Lyngjavni, ikki sæddur í Føroyum síðan 1903. Eingin skráseting av honum hevur verið síðan, og mett verður tí, at henda planta er útdeyð. Lyngjavni (frøðiheiti "Lycopodium annotinum") er ein planta. Lyngjavni er bert funnin einaferð í Føroyum. Meturlangur, krúpandi leggur við stívum, oddmjáum bløðum í fimm røðum. Á greinunum eru rødini 8. Øksini eru einslig á leggendanum, leggleys og mjærri enn sjálvar greinarnar, gulgrøn, men tey dimmast við aldurin. Lyngjavni er funnin í 1903 í Svínáum, men ikki við vissu síðani. Staðfest er, at lyngjavni (og reyð várhagasólja) eru útdeyð í Føroyum. Leggstutt fransagras. Leggstutt fransagras (frøðiheiti "Primula vulgaris") er helst horvið av sínum upprunavakstrastaði, sum var í Traðarhamri á Sandi. Orsøkin var tann, at fólk tóku hana inn í urtagarðar. Henda planta er eisini at finna í urtagarðinum hjá Føroya Náttúrugripasavni. Hon er 10-25 cm. Blómuleggurin blaðleystur. Øll bløðini stovnstødd, 5-25 cm long, øvut eggvaksin til spakavaksin, óregluliga tent, snøgg á ovara borði uttan á æðrunum. Blómurnar gular, einstakar á legginum, meira ella minni upprættar; bikarið trektvaksið, dúnhært eins og teir longu blómuleggirnir. Bl. í juni. Reyð várhagasólja. Reyð várhagasólja (frøðiheiti "Taraxacum rubifolium") er serføroysk, og tað merkir, at hon veksur onga aðrastaðni enn í Føroyum. Tá ið hon vaks í náttúruni, vaks hon á økinum millum Føroya Læraraskúla og Landssjúkrahúsið í Tórshavn. Í sambandi við byggingina vóru fólk varug við, at henda sera sjáldsama planta fór at hvørva frá sínum vakstrastaði. Tí varð hon tikin inn í urtagarðar, og enn er hon at finna á plantufrøðiliga urtagarðinum hjá Føroya Náttúrugripasavni. Av hesari slektini (várhagasólja) eru funnin í Føroyum 4-5 sløg, sum eru hvørt øðrum sera lík. Eyðkenni eru hesi: bløðini øll stovnstødd, dimmagrá á ovara borði, grá-grøn á niðara, klóskerd við styttri ella longri flippum. Blaðstelkar og miðæðrar eru stundum reydlig á liti. Kurvaleggirnir eru so at siga blaðleysir og ógreindir, klænstir uppi við kurvina. Vanligur heiðalyngur. Vanligur heiðalyngur (frøðiheiti "Calluna vulgaris") er vanligur á láglendi í flestu oyggjunum í Føroyum.
 Vanligastu og mest eyðkendu planturnar á lyngheiðunum í Føroyum eru heiðalyngur, vanligur og tvíkynjaður berjalyngur. Øki við stórvaksnum heiðalyngi eru ikki nógvastaðni í Føroyum. Heiðalyngur og berjulyngur eru tó nógva aðrastaðni sera vanligar planur. Vanligur heiðalyngur veksur upp í o.u. 200 m. hædd. Plantur sum heiðalyngur og berjalyngur trívast best um miðalhitin fyri heitasta mánaða liggur millum 12-13 °C. Vanligur heiðalyngur hvørvur oman fyri 200 m. hædd. Tvíkynjaður berjalyngur. Tvíkynjaður berjalyngur (frøðiheiti "Empetrum hermaphroditum") finst kring alt landið, meðan tann vanligi berjalyngurin ("Empetrum nigrum") bert er funnin á Streymoy og í sunnaru helvt av landinum. Í okkara grannalondum fyri eystan veksur vanligur berjalyngur bert í Finnlandi, Danmark og Suðursvøríki, men tvíkynjaður berjalyngur veksur í Finnlandi og meginpartinum av Svøríki og Noregi. Tvíkynjaður og vanligur berjalyngur líkjast nógv, men ein avgerandi munur er, at vanligur berjalyngur er tvíbýlisplanta, eins og vanligur baraldur. Tvíkynjaður berjalyngur afturímóti hevur, sum heitið sigur, tvíkynjaðar blómur. Tær fyrstu ljósareyðu blómurnar byrja at vaksa fram um apríl-mai og í juli-august eru vælkendu skyggjandi svørtu krákuberini búgvin. Tey búnu berini smakka væl hjá bæði fólki og djórum, og júst hetta er umráðandi, tá fræini skulu spjaðast. Til dømis tá fuglur etur berini, gongur nakað av tíð áðrenn fræini eru komin í gjøgnum sodningarleiðina á fuglinum. Hesa tíðina hevur hann helst eisini førka seg burtur frá berjalynginum, og soleiðis verða fræini borin við fuglinum yvir størri øki. Gamalt er at henta krákuber og brúka tey antin rá ella kóka til greyt ella súltutoy. Tvíbýlisnota. Notur vaksa vilt nógvastaðni í Føroyum. Tvíbýlisnota (frøðiheiti "Urtica dioica") veksur vilt í Føroyum, men tað er ikki nógv til av henni. Ikki heilt vanlig, har hon er; ofta í gomlum bygdum. Leggurin er 4-strentur við hvøssum røðum. Bløðini andstødd við akslabløðum. Tey eru egg- ella hjartavaksin, sagtent og dimmugrøn á liti. Tey hava eyðkend hár, sum valda sviða í holdið á fólki, sum nema við tey. Blómuskipanirnar eru langar, 2-3 í hvørjum blaðgripi. Kall- og kvennblómur hvørjar á sínum einstaklingi (tvíbýlisplantur). Bl. í juli til august. Veksur í tøðuríkari mold nærindis húsum og í fjølbjørgum. Er ikki nevnd nakrastaðni sum átuplanta, men varð sumstaðni nýtt sum súpanarurt, helst ovastu partarnir av plantuni. Tá ið hon verður kókað, verður meyrisýran, sum annars brennir, tá ið hon nemur við hold, óvirkin. Tað er ikki vanligt at dyrka notur, tí noturnar kunnu skjótt taka yvir allan garðin. Kann nýtast til salat; kann eisini gerast til á sama hátt sum spinat ella nýtast til súpanarbót. Summi henta notur um summari, turka og mjølva í eini hvirlu, og brúka turkaðu og mjølvaðu notuna sum kostískoyti í vetrarmánaðunum. Og í handlunum uttanlanda kanst tú eisini keypa tær notur (og sjáldsom plantusløg) hentað úr náttúruni og helst á serstøkum lendum. Aksmynta. Aksmynta (frøðiheiti "Mentha spicata") er ein fleiráraplanta. Hon er vanliga um 27-90 cm. Leggurin upprættur, vanliga snøggur, men stundum hærdur. Bløðini snøgg, váknvaksin, grøn, hvasstent. Blómuskipanin er aks á greinarendunum; blómukransarnir meira ella minni sundirskildir. Blómurnar bláreyðar, men plantan blómar ikki væl í Føroyum. Við sterkum anga. Lok við vegjaðarar. Við vissu einans funnin í Sørvági. Fólk hava havt plantuna við sær til Norðurlond í miðøld ella fyrr. Hevur verið nýtt til te og sum kryddurt. Kannubjølluvísa. Kannubjølluvísa (frøðiheiti "Equisetum arvense") er ein várplanta á vátlendi og fram við gøtum. Loftleggirnir, ið koma tíðliga á vári, eru ljósir á liti og spretta úr dimmbrúnum, fleirára jarðleggi, sum djúpt niðri í jørðini ber smáar, holdkendar knyklar, kannubjøllur. Á hesum várleggjum sita tey gróbæru bløðini saman í aksi á leggendanum. Grógoymslurnar eru innaní. Ikki fyrr enn seinni koma teir gróleysu leggirnir upp. Teir hava tættar, 4-strentar greinar og trongar liðaslíðrar, meðan teir fyrru hava víðar, skopandi liðaslíðrar. Í 1700-talinum skrivaði sveisiski plantufrøðingurin von Haller at rómverjarnir brúktu myribjølluvísu (Equisetum fluviatile) til matna. Kannubjøllur og várleggir av kannubjølluvísu (E. arvense) hevur verið brúktir til matna fleiristaðni. I Føroyum eru prógv um at tey undir 1800-talinum ótu vøksturin tá tey um vári arbeiddu í bønum. Í Norður-Amerika og Eysturásia brúktu tey eisini Equisetum arvense (Kannubjølluvísa) til matna. Kannubjøllan, sum er eitt kýli á jarðlegginum, var tað, sum varð etið. Jarðleggirnir vaksa bæði djúpt og víða í moldini. Kýlini eru stór sum kirsuber, hvít innan við myrkari hinnu uttaná, og tey eru søt. Hjartatjarnaks. Hjartatjarnaks (frøðiheiti "Potamogeton perfoliatus") veksur víða hvar í vøtnum. Næstan øll bløðini stelkleys, tunn, hjarta- ella eggvaksin við týðuliga groyptari grund, stundum smárukkut í rondini. Aksleggurin tykist stundum eitt sindur framtjúkkur; blómurnar smáar, tvíkynjaðar; fruktin fjøldarfrukt, leggleys. Leggurin greindur, tættsettur við bløðum. Bløðini upp í 10 x 6 cm, øll undir kavi, óstelkað, eggvaksin, groypt við hjartavaksnari grund, ofta er rondin eitt sindur bylgjut, fínt tent, ið hvussu er sum ung. Lítil slíðrahinna. Fruktin 3-3,5 mm. Bl. í juli til august. Veksur í vøtnum. Aðalbláber. Aðalbláberini ("Vaccinium myrtillus") hoyra til lyngættina. Í Føroyum vaksa tey um alt landið á turrlendi, serliga við brattar áarbakkar ella við steinar. Smárunnar við misstøddum, fjaðuræðraðum bløðum, ið eru summargrøn, eggvaksin, smátent, tunn, ljósagrøn báðumegin. Greinarnar strentar. Blómurnar einstakar frá blaðgripunum; krúnan bøllut, krukkuvaksin; flipparnir útábrettir. Fruktin eitt ber við 4-5 frærúmum. Blóman er reyð á liti; berið blátt ella reytt, sevjumikið. Veksur í haga, homrum og gjáum. Føroyskur klokkulyngur. Føroyskur klokkulyngur (frøðiheiti "Erica cinerea") hevur heldur fínar runnar, stívhærdar. Tær ungu greinarnar eru snøggar. Bløðini smøl, sita í 4-tals kransum, kertilhærd, grøn vetur og summar. Blómurnar í klasum, heldur fáblømd, og ikki berir í erva. Bikarið grønt og nógv styttri enn krúnan, sum er klokkuvaksin, korkareyð og atholvd í erva. Føroyskur klokkulyngur verður upp í 10-40 cm. Nógv grindur runnur. Bløðini 3 og 3 í somu hædd á legginum, 4-5 mm long, dimmgrøn; blaðrendurnar afturábrettar. Bikarbløðini nógv styttri enn tann dimmreyða, klokkuvaksna krúnan; 3 smá hábløð liggja upp at bikarinum. Bl. í august. Veksur á heldur turrum heiðalendi, næstan bara niðarlaga, niðan fyri 300 m. Ein av eyðkennisplantunum fyri lyngheiðar er klokkulyngur. Hann veksur einans á teimum turrastu lyngheiðunum í Føroyum, og ongantíð oman fyri 200 m. hædd. Heiðabláber. Heiðabláber (frøðiheiti: "Vaccinium uliginosum") veksur á heiðalendi og í homrum. Blágrøn bløð, sum detta av um heystið, øvut eggvaksin. Blaðrondin eitt sindur afturábrett. Krúnan rund til klokkuvaksin, vanliga 1-3 blómur saman. Krúnubløðini hvít til ljósareyð, berið ljósablátt, men plantan fruktar neyvan í Føroyum. Fagurligt pirikum. Fagurligt pirikum ella Víriksgras (frøðiheiti "Hypericum pulchrum") er ein planta. Hon verður 5 til 25 cm høg. Á turrlendi uttangarðs. Leggirnir klæntrasligir, greindir, rundir, uppbendir. Bløðini andstødd, hjartavaksin, avlong, kubbut; tey eru blágrøn á niðara borði, smáprikkut at síggja til upp fyri ljósið. Blómuskipanin líkist tyssaskjóli. Krúnan føgurgul, ber fyrst í reydligt. Krúnubløðini 5, bikarbløðini 5; sáðberarnir mangir, og træðrirnir eru samanvaksnir í grundini í trimum bundum. Fruktin er 3-5 rúmt hylki. Leggurin reyðlittur, klantrasligur, upprættur ella uppbendur. Bløðini egg- til hjartavaksin, kubbut, prikkut av kertlum, fevna um eitt sindur tvørtur um leggin. Krúnan reyð og gul. Reyð-gulir sáðberar; bæði krúna og bikar hava svørt kertilhár. Plantan annars snøgg. Bl. í juni. Veksur á turrlendi á haganum, eisini í homrum. Sum vanl. mest niðarlaga. Mayo (Írland). Mayo (írskt: "Maigh Eo") er fyrrverandi greivadømi og núverandi amt (fyrisitingarligt øki; enskt: "County Mayo", írskt: "Contae Mhaigh Eo") í Lýðveldinum Írlandi. Amtið, sum hevur umleið 130 túsund íbúgvar, liggur á vesturstrondini í landslutinum Connacht. Víddin er næstan 5600 km². Høvuðssætið hjá amtinum er í Castlebar, sum eisini er størsti býur. Næststørsti býur er Ballina (10 623 íbúgvar), sum liggur norðanfyri. Westport er triðstørsti býur við umleið 6000 íbúgvum. Býurin liggur vestanfyri, við víkina Clew Bay. Landafrøði. Achill (írskt: "Acaill") Oyggin Achill liggur tætt við vesturstrondina. Hon er størsta oyggj í Írlandi. Croagh Patrick (írskt: "Cruach Pháidraig") Fjallið Croagh Patrick, sum er 764 m høgt, er eitt av teimum kendastu fjøllunum í Írlandi. Navnið á fjallinum er uppkallað eftir Sankta Pátrik. Clew Bay (írskt: "Cuan Mó") Víkin liggur á vesturstrondini og hevur 117 oyggjar. Killary Harbour (írskt: "An Caoláire Rua") Fjørðurin Killary Harbour er tann einasti fjørðurin í Írlandi. Hann liggur á markinum millum fyrisitingarligu økini Mayo og Galway. Westport (Írland). Westport (írskt "Cathair na Mart") er triðstørsti býur í Co. Mayo í Írlandi. Býurin liggur við víkina Clew Bay, á vesturstrondini móti Atlantshavinum. Í 2016 búðu 6198 fólk í Westport. Smyrilsurt. Smyrilsurt veksur, har tað er grýtut og turt. Smyrilsurt (frøðiheiti "Hieracium") er 20 til 60 cm høg. Hon blómar seint - frá juli til september. Tær vaksa mest í klettum og homrum og á slættlendi, har sum grýtut og turrligt er. Smyrilsurt er fleiráraurt við jarðleggi, stundum við stovnbløðum, stundum ikki. Bløðini eru heil, lítið tent. Leggirnir stundum at kalla blaðleystir, ofta við 1-4 leggbløðum, og stundum blaðmargir. Ofta eru leggirnir greindir og enda í kurv, einari ella fleiri. Kurvareivbløðini eru samansett av fleiri røðum av reivbløðum, sum eru klødd við meira ella minni tættum hárum. Kurvarnar eru gular, stundum reydligar, sjáldan reyðar. Tær eru margblømdar. Frukthárini gullig ella reydlig og sita á fruktini, ið er kelvirund nøt. Hon líkist nógv tyrilshatti. Hon hevur mjólkarsevju, men er hægri á vøkstri, og bløðini eru ikki so nógv skorin. Blóman er gul á liti, kurvavaksin. Leggurin ber sjáldan bløð, men greinar seg ofta í tveir ella fleiri. Bløðini sita í stovni niðast við leggin. Smyrilsurt er vanlig blóma, har sum tað er grýtut og á turrlendi. Í Føroyum eru navnagreind eini 23 sløg, øll serstøk fyri okkara oyggjar. Ullhært legugras. Ullhært legugras er misjøvn til støddar, einar 20-60 cm, og er sera vanlig á turrum lendi, serliga á nýlendi. Ullhært legugras (frøðiheiti "Holcus lanatus") er 20-60 cm høg. Sera vanligt í nýlendi og opinektrum; verður nevnt frægras. Stráini saman í túgvum. Øll plantan mjúkhærd, grálig. Tyssið samanliggjandi, áður enn blómingin kemur, men útsperrað seinni. Tað er vanligast reydligt á liti, ljósari og dimmari, stundum næstan hvítt. Niðara aksøgnin er kubbut, men ber ein evurslítlan brodd. Kallblómuøgnin ber eisini ein lítlan brodd. Øll plantan er klødd við mjúkum hárum. Blómuskipanin eitur eitt tyssi, tí at blómuleggirnir greina seg í smærri greinar, sum bera hvør sína blómu. Tyssið liggur saman, men tá ið plantan blómar, breiðir tyssið seg út. Tyssið er reydligt á liti. Tyssið 3-20 cm, dimmreytt, stundum nakað grønligt ella ljóst, 2 ella 3 blómur í smáaksinum. Niðara blóman tvíkynjað við ongum broddi, tann ovara einkynjað kallblóma við broddi, sum ikki røkkur út úr smáaksinum. Blómar í juni-august. Veksur á nýlendi serliga, sera vanlig innangarðs, men veksur eisini uttangarðs, har ið taðað er. Støðugtblómandi summardái. Støðugtblómandi summardái (frøðiheiti "Bellis perennis") er helst tann plantan, ið vit kenna best í Føroyum. Hon er so lívsseig, at hon veksur alt árið. Enntá um veturin, tá ið kavin toyar, setur hon høvdið uppundan. Støðugtblómandi summardái er lítil á vøkstri, einar 5-15 cm til støddar. Leggirnir bera eingi bløð. Bløðini vaksa tætt saman niðri við rótina. Vit siga, at bløðini eru stovnstødd. Hon hoyrir upp í kurvablómuættina, tí blómuskipanin verður nevnd kurv, tí tær einstøku blómurnar hava ongan legg, men sita tættar saman á einum felags leggi. Blómuskipanin ella kurvin er í tveimum. Í miðjuni eru blómurnar tættvaksnar, sum ein lítil gul púta. Runanum standa tær hvítu randblómurnar, sum ein pípukragi. Blómar árið runt, tó helst um summarið bæði í haga og bø. Leggirnir blaðleysir, hærdir, kelvirundir og bera eina kurv á endanum. Bløðini stovnstødd, stelkað og óregluliga tent, spakavaksin og hærd. Í kurvini eru allar blómurnar leggleysar, tætt samanstúgvaðar. Diskblómurnar eru gular við fimm-tentum tungukrúnur, kvennblómur ella geldblómur. Uttan um kurvina er felags kurvareivið. Kurvin vanliga 1,5-3 cm í tvørmáti. Randkrúnurnar hvítar, stundum við reyðum liti í. Blómar alt árið, men mest í apríl-oktober. Veksur í haga og bø, serliga á láglendi, ikki funnin oman fyri 600 m. Fruktin hevur ikki hárkrans ella flogamboð. Fruktin er ikki hærd. Tyrilshattur. Vanlig heysthagasólja ella tyrilshattur (frøðiheiti "Leontodon autumnale") er 10-30 cm til støddar. Plantan hevur stuttan jarðlegg og trevjarót. Tyrilshattur er vanligasta gula kurvablóma her á landi. Hon veksur ógvuliga víða bæði í haga, bø og uppi millum fjalla. Leggurin hevur eingi bløð. Bløðini vaksa í stovni niðri við rótina. Blómuskipanin er ein kurv, gul á liti. Tyrilshattur hevur mjólkarsevju, ið hevur verið nýtt fyri kambfjaðrar. Blómar í juli til august. Leggirnir stundum greindir. Bløðini stovnstødd, stakfinnut ella flipput; endaflippurin mjáur. Kurvarnar upprættar undan blómingini. Allar blómurnar hava tungukrúnu, gular. Kurvareivið gongur upp í topp. Kurvareivið meira ella minni hært. Blómustøðið uttan agnar ella flus. Frukthárini gullig á liti, lítið útbreidd, leggleys, fjaðurgreind. Tey mynda eftir blómufallið eitt dúnlætt, gulligt noða. Fleiráraplanta. Veksur í haga og bø og við vegjaðarar, men eisini uppi á hægstu fjøllum. Íslendskt loppugras. Íslendskt loppugras (frøðiheiti "Gentianella campestris") er tveyáraplanta og veksur í turrlendi. Blómar í juli til august. Veksur á ryggjum bæði í bø og haga. Øll plantan er blágrá á liti. Leggurin er steyrrættur við upprættum greinum, 4-strentum. Blómurnar frá blaðgripunum ella á leggendunum. Krúnan blá, 4-flipput við trevsutari hjákrúnu. Bikarbløðini eru 4 í tali, harav 2 stór og breiðvaksin, 2 smá og mjá. Íslendskt loppugras verður 5-20 cm. Leggurin greindur ella ógreindur; greinarnar upprættar. Bløðini 1,5-3 cm long, snøgg; mjátt eggvaksin leggbløð, stovnbløðini ofta meira spakavaksin. Blómurnar einstakar ella í skúvi. Krúnan við trevsum uttast í krúnupípuni, reyðblá, sjáldan hvít. Veksur á turrlendi, oftast niðan fyri 300 m. Sóljuættin. Sóljuættin (latínskt Ranunculaceae) má verða nakað av tí sjónligasta í Føroyum. Vegjaðari og bøur verða litað gul í tíðini mai til juli. Á vátum bøi kunnu verða nógvar mýrisóljur og skrið- og svínasóljurnar eru allastaðni. Tað er serliga í juni, at hesi bæði sløgini koma fyri seg. Svínasólja og skriðsólja kunnu kennast frá hvørji aðrari við at hyggja at bløðunum. Mittasti blaðlutur á bløðunum hjá skriðsólju hevur stelk, meðan mittasti blaðlutur á bløðunum hjá svínasólju hevur ongan stelk. Í 2005 gjørdist sóljan tjóðarblóma okkara. Fleiráraurtir. Bløðini misstødd, ofta handæðrað, hava slíðrafót, men einki akslarbløð. Blómurnar einstakar ella í skúvum, regluligar, tvíkynjaðar, undirstaddar og leyskrýndar. Blómureivið einfalt og litt ella tvífalt við bikari og krúnu, oftast fimm-deilt. Nógvir sáðberar og nógvar sáðgongir. Aloftast fjøldarfrukt, og smáfruktirnar eru nøt ella hylki. Eingjarkarsi. Eingjarkarsi er sera vøkur planta. Eingjarkarsi (frøðiheiti "Cardamine pratensis") er vanlig planta á vátlendi og verður einar 10-25 cm til hæddar. Blómurnar eru viólubláar á liti og vaksa saman í klasa á leggendanum. Bløðini vaksa bæði í stovni niðri við rótina og misstødd upp á hálvan leggin. Bløðini hava eitt heldur sjáldsamt vakstrarlag, sum vit kalla stakfinnut, tí blaðið er sett saman av fleiri pørum av smábløðum, kallað finnur og endar við einum støkum blaði. Blómar í mai-juni. Veksur á vátlendi. Lýsing: Fleiráraurt. Leggurin upprættur. Loftleggirnir stinnir, blaðfáir í erva. Bløðini snøgg, stakfinnut. Finnurnar breiðar og tentar á teim niðaru, men mjáar og ótentar á teim ovastu bløðunum. Klasin líkist skjóli. Krúnubløðini 4, ljósablálig við myrkum rípum, frambreið, útbreidd, negllong. Sáðknapparnir gulir. Tvílokabjølgarnir langir; bæði lokini flettast av úr neðra. Fræini hanga á skilarúminum. Stovnbløðini einfinnut við 5-8 pørum av smábløðum, sum eru eggvaksin, stuttstelkað. Leggbløðini eisini finnut, men við strikuvaksnum smábløðum. Krúnubløðini ljóst bláreyð, sáberarnir gulir. Tvílokabjølgarnir 2-4 cm langir. Veksur í veitum og á vátlendi, mest innangarðs, men eisini heilt upp til fjalla. Mýritistil. Mýritistil (frøðiheiti "Cirsium palustre") verður 50-120 cm til hæddar og veksur, sum navnið sigur, í mýrum og við áarbakkar. Henda høga, hábærsliga plantan við síni korkalittu blómu og fagra grøna leyvi hevur hugtikið mangan. Men brátt varnast tú, at hon er ikki so at koma í hóslag við, tí bæði á bløðum og leggjum vaksa hvassar tornir. Leggurin stendur steyrrættur og er harður og trækendur. Bløðini eru avlong váknvaksin við stórum flippum. Tey vaksa tøtt saman niðri við rótina og upp eftir øllum legginum. Blómurnar eru kurvavaksnar, og fleiri kurvar vaksa saman í einum tyssi ytst á leggendanum. Blómar í juli til august. Lýsing: Um alt landið við áarbakkar og á vátlendi. Fyrsta árið bert stovnblað, annað ella triðja árið ein stinnur, strentur, langtornutur leggur. Bløðini stórflipput, niðurrend, langtornut um jaðaran. Kurvarnar korkareyðar, nógvar saman í tyssaskjóli, stuttleggjaðar; allar blómur við pípukrúnum; krúnukragin bert klovin móti miðjuni. Kurvareivbløðini takløgd og tornut. Smá silkibond. Smá silkibond (frøðiheiti polygala serpyllifolia ella polygala serphyllaceae) veksur á heiðalendi. Hon blómar í juni og juli.  Hon verður 5 til 15 cm høg. Funnin upp í 600 m. hædd. Blóman er vanligast blá, men ofta hvít ella reyð. Lýsing: Á turrlendinum, vallaðum haga. Leggirnir eru nógv greindir. Bløðini heil, ótent, tey niðaru andstødd. Blómurnar í klasum frá leggendanum og úr blaðgripum - bert 4-6 blómur í hvørjum, óregluligar. Tey stóru, bláu bløðini eru bikarbløðini; tey leggja seg upp at fruktini, tá ið plantan er avblómað. Krúnublaðflipparnir eru ljósir á liti. Blóman er minni og klænri enn P. vulgaris (stór silkibond). 2-10 blómur á legginum, bláar, reyðar ella sjáldan hvítar. Tey innaru bikarbløðini 4-5 mm. Børkumura. Børkumura ella børkuvísa (frøðiheiti Potentilla erecta) verður 6-20 cm høg. Hon veksur á hagalendi og í gjáum, har hon gerst nógv størri. Hon blómar í juni og juli. Henda planta veksur so at siga um alla Evropa, og í Asia eystur undir Altai-fjøllini. Hon er eisini á Azorunum. Men í Íslandi veksur hon helst ikki. Nicolai Mohr (1786) sigur, at hann hevur ikki rakt við hana, og vísir á, at plantufrøðingurin Johann Gerhard Kønig, ið savnaði íslendskar plantur til bókna "Flora Danica" í árunum 1765 til 1766, hevur heldur ikki rakt við hana, men Eggert Ólafsson tekur til í bók síni "Reise gennem Island", ið kom út í 1722, at hon mundi vera har “skønt sjælden, på Sønderlandet.” Ostenfeldt & Grøntved nevna hana ikki at vaksa í Íslandi í bók síni um føroyska og íslendska floru frá 1934. Lýsing. Jarðleggurin, børka nevndur, er førur, sevjumikil, døkkbrúnur, barkkendur. Loftleggirnir jarðbendir, síðani rættir upp. Stovnbløðini stelklong, 3-5 fingrut, grovtent. Leggbløðini óstelkað, 3-fingrut við stórum akslabløðum. Blómurnar á longum leggum frá blaðgripunum, gular. Krúna og bikar 4-deild. Smáfruktirnar nøtir. Øll plantan oftast mjúkhærd. Fleiri blómuberandi leggir, ið eru liggjandi til uppbendir. Í haga og bø. Føroyar undir 1. heimsbardaga. Fyrri heimsbardagi byrjaði í august mánaði 1914. Upphavið til stríðið var tann sokallaða juli-kreppan í kjalarvørrinum av yvirgangsatsóknini í Sarajevo tann 28. juni 1914, tá serbiski tjóðskaparmaðurin Gavrilo Princip skeyt og drap eysturríkska trúnfylgjaran Franz Ferdinand og konu hansara Sophiu. Fyrst í august 1914 fingu føroyingar ófrættatíðindi um at stórkríggj var brostið á niðri á europiska meginlandinum. Brátt vórðu høvini stongd, skipaferðslan til Føroya og úr Føroyum varð steðgað. Tað sindrið av mati, sum var í landinum, og tað sindrið, sum við størsta vanda varð flutt higar til lands, varð skamtað, so hvør kundi fáa sín lítla part. Vit høvdu m.a. breyðkort, vit høvdu sukurkort, og uttan kort fekst hvørki sukur ella mjøl í handlunum. Skjótt fóru ymiskar vørur at tróta. Olja kom eingin til landið. Tað var einki av lata á lampuna, og einki at fylla á tangarnar á motorbátunum. Søga. Tað vardi ikki leingi fyrr enn føroyingar kendu avleiðingarnar av mikla krígnum. Sigling til og frá meginlandinum, serliga Danmark, steðgaði mest sum upp. Stríðandi londini framdu blokadur, herjaði á høvunum og fóru eftir skipum ið kundi hugsast at flyta neyðsynjarvørur til fíggindaland. Hetta førdi við sær at trot varð á teimum mest neyðturviligu vørunum. Brátt kundi breyð og sukur bert keypast við rationeringskorti - og kaffi og te gjørdist alt tvørligari og dýrari at fáa til høldar. Fyrstu krígsárini skortaði so mikið í, serliga hjá fátæka partinum av fólkinum, at talan varð um veruliga kreppustøðu. Um veturin var lítið av fiski at fáa og várróðurin í 1915 varð tarnaður av liggjandi óveðri. Trotsjúka tók seg upp orsakað av vantandi ella ov einstáttaðari føði og kravdi enntá mannalív millum tey veikastu, børn og eldri fólki. Oljugoymslurnar í landinum vóru brátt uppi og olja kom ikki longur til landið. Tann 1. februar 1917 ásetti týska sjóverjan eitt sokallað krígsøki í havinum kring Bretland. Eitthvørt skip inni á økinum, kundi til eina og hvørja tíð vænta at verða álopin av týskum kavbátum. Til alla vanlukku fyri Føroyar, rakk økið langt inn á landgrunnin, heilt upp til Suðuroynna og umfataði sostatt eisini Føroya banka - ríkastu fiskileið vit áttu. Krígsøkið var serliga ætlað at raka bretsk áhugamál, farmaskipasigling og skipafylgi ið sigldu farm til Onglands. Føroyingar vónaðu at hóttanin ikki galt føroysk fiskifør og hildu, hóast vandan, áfram at fiska í økinum. Men morgunin tann 23. mai 1917 rakti kríggið føroyskar fiskimenn í ólukkumát. Aksel Sivertsen, skipari á sluppini Elsu, sigur í Norðlýsinum frá at teir árla á morgni tann 23. vórðu steðgaðir av einum týskum kavbáti, ið skeyt við maskinbyrsu framman og aftanfyri skipið. Manningin tók skundisliga proviant við sær í bjargingarbátin og fór av Elsu. Teir róðu yvir til kavbátin, ið gav boð um at seks teirra skuldu koma upp á dekkið, teirra millum skipari og bestimaður. Tveir av kavbátamanningini fóru so umborð á bátin og fingu føroyingarnar at rógva yvir aftur til Elsu. Við sær høvdu teir brennievni – og brátt sá manningin á Elsu skipið standa í ljósum loga. Týska kavbátamanningin var illa við av støðuni, men har var onki at gera. Teir gjørdu eftir boðum, søgdu teir. Manningin á Elsu fór so undir at rógva til lands. Tá teir høvdu róð einar fýra tímar, komu teir fram á sluppina Orion. Tá skiparin á Orion hoyrdi hvat var hent, gav hann boð um at kvetta snørini og seta segl. Teir høvdu tó ikki siglt leingi fyrr enn kavbáturin tók teir aftur og Orion fekk somu viðferð sum Elsa. Manningarnar báðar róðu síðan í felag til lands. Ávegis sóu teir tvær aðrar sluppir og ein trolara – men eisini kavbátin, ið nú stevndi móti trolaranum. Teir róðu alla náttina og fyrrapartin og komu til Skopunar klokkan seks kvøldið eftir.Tað skuldi vísa seg at 8 føroysk fiskifør vóru søkt tann 23. og 24 mai. Øll skipini vóru søkt av sama kavbáti, UC 33, førdur av kaptein-loytnantinum Martin Schelle. Samanlagt søkti UC 33 36 skip undir krígnum, men varð sjálvur søktur av einum enskum patruljubáti í St. George's Channel tann 26, september 1917. Bert ein av teimum 27 monnunum umborð varð bjargaður. Meðan føroyingar flestir upplivdu fyrra heimsbardaga burturfrá, vóru aðrir ikki líka hepnir. Ein av teimum var tann 26 ára gamli Christian Ludwig Petersen úr Kvívík, sum fyri kríggið var fluttur til Kanada. Í mars 1916 varð Christian Petersen innkallaður til nýggju 108. battaljónina (Selkirk-Manitoba) í The Canadian Expeditionary Force (CEF), ið stríddist á europiskum vígvøllum. Longu 18. september sama ár, varð battaljónin send til Bretlands, har hon varð upptikin í 14. tiltaksbattaljónina, ið sendi tiltakshermenn til stríðseindirnar á meginlandinum. C. Petersen varð sendur til 16th Battalion (Canadian-Scottish), sum um tað mundið lá í Arras økinum í Fraklandi. Hetta var meðan ógvusliga stríðið um Vimy Ridge stóð á í 1917. Kanadisku battaljónirnar høvdu brúk fyri nýggjum fólki – í stríðnum um Vimy-Ridge til dømis misti 16. battaljón annan hvønn hermann. Ungi føroyingurin kom úr øskuni í eldin. 16. battaljón luttók í bardøgum um Hill 70, Ypres og Passchendaele. Í 1918 luttóku teir í sokallaða ”100 Days Offensive” frá 8. august til krígsenda tann 11. november: Bardagarnir við Amiens, onnur orrustan um Arras, Scarpe og Drocourt-Quéant linjuna, og víðari til bardagarnar um Hindenburg linjuna og Canal du Nord - líka til seinasta álopið á Mons. Sum herdeildir flest í Fyrra heimsbardaga, hevði 16. battaljón stórt mannfall, og teir ið sluppu við lívinum noyddust at liva við tí strongd og sálarløstum, ið standast av stríðsminnum. C. Petersen var onki undantak. Tá hernaðarskyldan var av og hann varð heimsendur úr Evropa, flutti hann aftur til Føroya og gjørdist bóndi í Kaldbak. Trøllakampar. Trøllakampar eru blómuleysir. Trøllakampur hevur rættiligar røtur og leggstreingir, so væta setur upp í bløðini. Trøllakampar (latín Asplenium) hoyra til tann bólkin av plantum, ið verður kallaður blómuleysar plantur. Tað finnast 20.000 sløg av trøllakampum í heiminum, og er hetta slagríkasta fylki, aftaná fylkið við blómuplantum, ið telur 250.000 sløg. Flestu sløgini av trøllakampum finnast í tropunum og trívast best har vátt er. Trøllakampar verða mettir at vera "primitivt" plantuslag, ið er nær í ætt við upprunaplanturnar. Teir hava ikki blómur og seta ikki fræ, men nørast við grókornum, ið hjá summum trøllakampum sita í gróhópum aftanfyri á blaðnum, vardir av einum skjøldri, sum opnar seg, tá grókornini eru búgvin, so at tey kunnu spjaðast. Hjá øðrum sita teir á blaðkantinum, sum er rullaður inneftir, so leingi grókornini ikki eru búgvin. Summi trøllakampasløg hava tvey sløg av bløðum, eitt slag ið er “sterilt” og eitt sum er “fertilt”. Tað “fertila” blaðið kann hjá summum sløgum vera heilt ymiskt frá tí “sterila”. Trøllakampur kann hava grókorn í milliónatali, men bert fáar nýggjar plantur koma burturúr. Bløðini hava ymiskt skap. Tey kunnu verða innskorin eina, tvær og fleiri ferðir ella als ikki innskorin. Við sínum sermerkta vakstrarlagi líkist trøllakampur, áður enn hann er fullvaksin, einum fiólhøvdi ella tí evsta á fiólini. Útbreiðsla. Trøllakampar vóru nógv vanligari í Føroyum, áðrenn fólk settu búgv her. Hetta prógva sákornskanningar. Vøksturin í Føroyum er sum heild ávirkaður av seyðabiti, og hevur hann verið tað, síðan fólk settu búgv her. Seyðurin legðist beinanvegin eftir tí fruktagóða gróðri, sum landið var avvaksið við. Hesin gróðurin hvarv eftir stuttari tíð og broyttist til tættbitna gróðurin, sum vit kenna í dag. Sáðkornskanningar vísa, at trøllakampar sum heild fóru nógv aftur aftan á landnám. Teir eru av elstu plantusløgum á jørð og vuksu her fyri meira enn 300 mió árum síðan. Í koltíðini vuksu trøllakampur, javni og bjølluvísa sum stórir skógir. Ikki allastaðni er seyður sloppin framat at bíta. Tí sæst enn tann mest upprunaligi gróðurin í gjáum og bakkum, har seyður ikki er sloppin framat. Her er gróðurin stórur og fjølbroyttur, og kanningar bera prógv um, at hann hevur verið støðugur í langa tíð av teirri orsøk, at seyður og fólk ikki sluppu framat. Av teimum trøllakampum, ið eru vanligir í Føroyum, eru fyrst og fremst tann stórvaksni trøllakalskampurin, tann heldur fínari mjúki kvennkampurin og dimmgrøni ekstur blóðkampurin. Hesir trøllkampar eru nógv vanligari í londunum sunnan fyri enn norðan fyri okkum. Fleiri sløg av trøllakampum finnast í brattlendi. Lættast er at fáa eyga á tann stórvaksna trøllakallskampin og tann næstan líka stórvaksna mjúka kvennkampin. Sáðkornskanningar hava víst, at útbreiðslan av trøllakampum minkaði ógvuliga nógv, tá ið fólk settu búgv í Føroyum og høvdu húsdjór síni við sær. Fimtan sløg av trøllakampum finnast í Føroyum. Flestu av teimum dámar best at vaksa í klettarivum, har vátt og skuggi er - men eisini í grýtutum lendi, brattlendi og gjáum. Ein tann mest vanligi trøllakampurin í Føroyum er fínur klettakampur, meðan svartur trøllakampur og strálhærdur trøllakampur eru sera sjáldsamir og bert finnast á einum stað. Í 2007 varð nýtt trøllakampaslag funnið í brattlendi í Norðuroyggjum. Hetta er tungutrøllakampur (Asplenium scolopendrium). Hesin trøllakampur er eisini sjáldsamur í hinum Norðurlondunum. Magna carta. Magna Carta (Frælsisbrævið mikla) frá 1215 var sáttmáli ímillum kong og enska aðalin. Har stóð, at kongur skuldi ikki misnýta sítt vald og krevja aðalin eftir skatti. Magna Carta fekk stóran týdning, tí tað var á fyrsta sinni staðfest, at kongsins rættindi vóru avmarkað. Magna Carta skuldi fyrst og fremst veita barónunum rættindi mótvegis kongi. Men sumt av tí, sum stendur í Magna Carta, veitir eisini vanligum fólki trygd. Skjalið var úrslitið av friðarsamráðingum millum John kong I og teir barónar ið høvdu gjørt uppreistur móti hansara kúgandi stýri. Hetta frælsisbræv hevur verið grundarlagið undir mongum lógum, sum eru gald­andi í Stórabretlandi. Søga. thumb Tá enski kongurin Richard I (Richard Leyvuhjarta) doyði í 1199, gjørdist yngri bróður hansara John kongur av Onglandi. Við í sekkin fekk hann Írland og stórar partar av Vesturfraklandi. Í 1202 brast kríggj á millum John kong og franska kongin Philip II, og endin av hesum stríðnum var, at John kongur misti fronsku landspartarnar í 1204. Komandi tíggju árini brúkti John kongur alla sína orku til at vinna mistu ognirnar aftur. Tá John og hansara sameindu taptu endaliga stríðið við Bouvines í 1214, hevði hann mist álitið og skapt so miklan ótta og fíggindaskap millum sínar álitismenn, barónarnir, at teir framdu uppreistur móti honum. Drúgva kríggið millum John kong og fraklendingar hevði skapt politiskan hurlivasa í Bretlandi, orsaka av alt ov høgari skattabyrðu og ráari kúgan. Ónøgdin við kongin vaks í stórum og førdi at enda til beinleiðis uppreistur móti honum. Tá John kongur kom heim aftur, eftir endaliga ósigurin við Bouvines, varð hann móttikin við kravi um umfatandi ábøtur frá teimum barónum og óðalsmonnum, sum annars vóru kjarnin av hansara valdstøðu sum kongur. Partarnir hittust á Runnymede við Thames, millum Windsor og Staines í 1215 – og tað var her at fyrsta frábrigdi av Magna Carta varð framlagt og váttað við kongsins innsigli. Orsøkin til at Magna Carta var so kollveltandi er, at man her fyri fyrstu ferð á skrift royndi at avmarka valdið hjá konginum. Hugskotið var at gera eina ófrávíkiliga lógfesting, sum eisini umfataði kongsvaldið og forðaði fyri at kongurin kundi misnýta sítt vald. Í skjalinum vóru partar, sum umfataðu rættindi hjá einstaklinginum og bólkum – og teksturin fór enntá so vítt sum at krevja, at barónarnir skuldu kunna taka valdið av konginum, um hesin fór út um lógarinnar mark. Tað vóru 63 klausular ella treytir í upprunaútgávuni av Magna Carta. Flestu teirra eru um tillaging av ymsum feudalum siðum og rættindum, reglugerð fyri býir, handil og kongaligu skógirnar. Harafturat eru reglugerðir fyri afturgjald av skuld og rættindi hjá kirkjuni. Men teir mest týðandi partarnir eru um løgfrøðilig rættindi hjá einstaklinginum mótvegis statinum og skerjingin av valdsrættinum hjá kongsvaldinum. John kongur helt ikki krøvini í Magna Carta og longu áðrenn tríggir mánaðir vóru gingnir, fekk hann pávan Innocent III at ógilda skjalið. Men sáðið var longu farið at spíra. Teksturin í Magna Carta var farin um landið alt og hugskotini høvdu vakt ans. Borgarakríggj brast á har flestu av barónunum stríddust fyri prinsippunum í Magna Carta. Teir fingu franska krúnprinsin Louis at vátta at gerast kongur av Onglandi og tann skotska kongin Alexander II til at hertaka norðara partin av Onglandi. Í 1216, tá uppreistrarmenninir høvdu tikið meginpartin av landinum, doyði John kongur brádliga av blóðsótt. Teir fáu royalu stuðlarnir avgjørdu tí, saman við umboðnum fyri pávan, at útnevna níggju ára gamla krúnprinsin Henry til kong – og sendu brøv til leiðararnar av uppreistrinum í kongsins navni, har teir góðtóku krøvini í Magna Carta og mæltu barónunum til at stuðla Henry III. Um hettar mundið var ósemja íkomin millum Louis og uppreistrarmenninar og teir flestu av barónunum skiftu tí síðu og stuðlaðu barnakonginum. Í tíðini fram til at Henry kongur kom til lógaldurs, varð Magna Carta váttað og umskrivað fleiri ferðir. Skjalið var nú kent um alt landið og hugskotini festu so líðandi rót. Tann umstríddi parturin um at kongurin kundi verða settur frá av barónunum, varð tó brátt tikin burturúr. Men komandi tíðina fingu barónarnir størri ávirkan. Í 1258 fekk ein bólkur undir leiðslu av Simon de Montfort tær sokallaðu Oxford-ásetingarnar í lag, har kongurin í roynd og veru varð noyddur at leggja seg undir eitt ráð av útvaldum monnum. Oxford-ásetingarnar hildu ikki í longdini. Hóast Magna Carta hetta tíðarskeiðið varð nógv broytt – og valdið ið barónarnir høvdu á konginum, varð bart niður av einari royalari atsókn, undir leiðslu av Edwardi krúnprinsi – stóðu flestu broytingar sína roynd, eisini eftir at Edward tók við kongsvaldinum. Tey staðbundnu heimatingini har lágóðalsmenn og umboð fyri landsbygdirnar savnaðust, hildu áfram at virka. Upp gjøgnum fjúrtandu øld, mentust hesi ting - saman við mótsetninginum av háóðalsmonnum, ið ráðgóvu kongin - til nakað ið líktist tí tveykamars-parlamentinum, vit kenna í dag, við yvir- og undirhúsi. Grundleggjandi hugsjónin í Magna Carta gekk aftur í menningini av tí bretsku statsumsitingini upp gjøgnum øldirnar – og breiddi seg enntá út um landamørk. Hátturin, har okkara egna umsiting er deild upp, við lóggevandi, dømandi og útinnandi valdi, hevur partvís sín uppruna í skjalinum, sum í skundi varð samansett á einari lítilsverdari bretskari ong í 1215. Búskapur Føroya. Føroyski búskapurin er lítil opin búskapur við stórum samhandli við útheimin. Heimamarknaðurin er lítil og samhandilin við útheimin er sera asymmetriskur. Føroyingar flyta inn næstan allar nýtsluvørur og størsti parturin av útflutninginum er fiskur og fiskaúrdráttir. Tilfeingisvinna er landbúnaður, fiskiskapur, ali- og kryvjivirki og ráevnisvinna. Vinnur innan vøruframleiðslu eru fiskavøruídnaður, skipasmiðjur, aðrar smiðjur, ídnaður annars, byggivinna og orkuveiting. Privatar tænastuvinnur eru handil og umvæling, gistingarhús og matstovur, sjóflutningur og flutningur annars, postur og fjarskifti, fígging og trygging, vinnuligar tænastur, húshaldstænastur, felag­skapir og mentan og ótilskilað vinna. Almennar tænastur er almenn fyrisiting, allar almennar tænastur og alt annað virksemi, sum tað almenna fíggjar við sínum lønarúteiðslum. Almennar og privatar tænastur eru vorðnar ein størri partur av føroyska búskapin­um seinastu árini. Í 2001 vóru tær 58,9% og í 2005 vóru tær 65,9% av samlaðu lønargjaldingunum. Sama tíðarskeið eru lønargjaldingarnar í tilfeingis­vinnunum minkaðar nógv. Í 2001 vóru tær 21,9% og í 2005 vóru tær 15,1% av samlaðu lønargjaldingunum. Í vøruframleiðsluvinnunum hevur gongdin verið støðug fram til 2004, tá ið lønargjaldingarnar byrja at minka. Í 2001 vóru lønargjaldingarnar í vøruframleiðsluvinnunum 19,2% og í 2004 vóru tær 19,7%, men í 2005 minka tær niður í 18,9% av samlaðu lønargjaldingunum. Tænastuvinnurnar verða tí ein lutfalsliga størri partur av føroyska búskapinum, meðan tilfeingis- og framleiðsluvinnurnar minka. Ein lítil búskapur sum hin føroyski, har inn- og útflutningur fevna um stóran part av búskapinum, ávirkast nógv av gongdini í umheiminum og serliga í teimum londum, sum vit býta um vørur og tænastur við. Tað er serliga gjøgnum prísin á inn- og útflutningsvørum, at føroyski búskapurin ávirkast av gongdini í umheiminum, men eisini húsarhaldini og teirra nýtslu- og sparihugur ávirkast av gongdini í umheiminum. * Pitcairn. a> og størsti býur í Pitcairn. Pitcairn Island (pitcairnesiskt: "Pitkern Ailen") er eitt tað mest avbyrgda staðið í heiminum Oyggin er uml. mitt millum Nýsæland og Suðuramerika. Á leið líka langt er norðureftir til vesturstrondina á Meksiko. Suðureftir er opið hav líka suður til ísbrúnna á Antarktis. Í Pitcairn eru fimm oyggjar, ein er bygd, og fýra eru óbygdar. Har er tað minsta fólkaræðið í heiminum, mett eftir fólkatalinum. Uml. 50 fólk búgva á høvuðsoynni. Oyggjabólkurin hoyrir til Stórabretlands, men hevur heimastýri við egnari lóggávu. Eitt oyggjaráð við tíggju limum hevur avgerðarrætt í viðurskiftum, sum viðvíkja Pitcairn. Oyggjarnar gjørdust bretskt hjáland í 1838. Sama ár fingu kvinnurnar atkvøðurætt, og tað var fyrstu ferð í øllum heiminum. Nógv fólk á Pitcairn eru eftirkomarar hjá sjómonnum, sum í 1789 gjørdu uppreisturumborð á skipinum "Bounty". Teir fóru fyrst til Tahiti, men har vóru teir bangnir fyri at verða funnir og handtiknir. Tí sigldi ein bólkur víðari at leita eftir einari óbygdari oyggj. Við á ferðini vóru níggju menn av "Bounty" og 17 fólk av Tahiti, seks menn og ellivu konur. Ikki fyrr enn átjan ár seinni kom aftur ein bátur til oynna og fann hesi fólkini, sum vóru farin í land og búleikaðust har. Akkerið av skipinum "Bounty" er framvegis á Pitcairn. Ein av teimum fáu mátunum, sum fólk á Pitcairn kunnu forvinna pening, er at selja heimabygd modell av "Bounty" til ferðafólk, sum av og á vitja oynna. Pitcairn Island er ein gosoyggj. Tann hægsti tindurin er bara 347 metrar høgur. Har eru dalar og heyggjar, og fram við sjónum er bratt berg næstan allan vegin. Oyggin hevur onga rættiliga havn, har skip kunnu leggja at, og har er heldur eingin flogvøllur. Alt, sum skal inn á oynna ella av henni, verður ført við smábátum. Í illveðri ber ikki til at sleppa í land. Vanliga fær tann lítli handilin á oynni vørur tríggjar ferðir um árið, til dømis klæði, frækorn ella byggitilfar. Av og á koma ferðamannaskip til oynna, og ferðafólkini kunnu fara í land. Hetta kastar eitt sindur av pengum av sær. Annars verða tær felags útreiðslurnar einamest fíggjaðar av frímerkjasølu. Í 1856 var fólkatalið vaksið til næstan 200. Tá vóru tey so nógv, at tað bar illa til at útvega øllum mat á oynni. Alt fólkið varð tí flutt til eina aðra oyggj, sum tá var óbygd, Norfolk Island nærindis Avstralia. Pitcairn var aftur óbygd. Men nøkur ár seinni valdi ein bólkur at flyta út aftur á Pitcairn, tí at teimum longdist heim. Á oynni tosa tey eitt mál, sum eitur pitcairnesiskt. Tað er einblandingur av enskum, soleiðis sum tað varð tosað í 18. øld, og tí málinum, sum varð tosað á Tahiti. Á hesum málinum eitur oyggin "Pitkern Ailen". Sitka. Sitka (Tlingit: "Sheetʼká") er ein fiskivinnubýur í Alaska í USA. Íbúgvartalið er uml. 9000. Í dag er Sitka fimtistørsti býur í Alaska. Hann er einasti býur á oynni Baranoff. Tískil er ikki vegur til býin. Samlaða vegalongdin, sum koyrast kann eftir, er um 75 km. Sambandið við útheimin er við flogfari og ferju. Tað er flogsamband til og frá einar tvær ferðir um dagin. Nærmasti býur er Juneau, sum nú er høvuðsstaður í Alaska. Tað eru umleið 930 km. til Anchorage, sum er størsti býur í statinum og einir 1,400 km til Seattle, Washington. Men á oynni er hinvegin nógv og vøkur náttúra og eitt djóralív, sum fáar aðrastaðni. Her er m.a. hvalur í hópatali. Her eru eisini mong onnur djór sum ottari, sjóleyva, bjarnir, ørnir o.s.fr. Tað kann verða nevnt, at her eins og í Íslandi eru heitar keldur. Býurin í dag. Ortodoks kirkja í Sitka, Alaska. Tað er eitt stórt andaligt lív í býnum. Her eru 19 kirkjur og eitt næstan eins stórt tal av samkomum. Annars er fyrsta lutherska kirkjan á vesturstrondini í Norður-Amerika í Sitka. Hon varð stovnað í 1840, og tað vóru finnar, sum settu hana á stovn. Tað eru 2 fólkaskúlar við 700 næmingum og 55 lærarum. Afturat eru fleir hægri skúlar. Men skal farast á lærdan háskúla, er tað í Anchorage. Tað er eitt dagblað í býnum. Annars fáast tey stóru Alaska-bløðini her. Tað eru 5 peningastovnar. Býráðið hevur 7 limir. Tað er politistøð við 20 politistum, brandstøð við 9 fulltíðar og 100 sjálvbodnum brandmonnum. Fíggjarætlanin hjá kommununi er 35 mill. dollarar, góðar 200 mill kr. Her eru 2 sjúkrahús, sum hava 78 sengur og eitt ellisheim við 70 plássum. Í býnum eru 27 læknar og 5 tannlæknar. Sitka liggur so mikið langt suðuri, at tað ikki verður so kalt, sum Alaska annars er kent fyri. Veðurlagið minnir sera nógv um tað føroyska við nógvum regni, og tað er sjáldan, at tað frystir. Í Sitka er 75% av fólkinum hvít. Restin er upprunafólk av ymiskum slag, teir flestu eru inuittar. Hesi hava ávís forrættindi við veiði og líknandi. Søga. Í 1867 var tað, at Russland seldi Alaska til USA, og júst henda hending fór fram í Sitka. Býurin er eisini nógv merktur av sínu russisku fortíð. Her er til dømis ortodoks kirkja, og her eru fólk, sum framvegis hava russiskt sum fyrsta mál. Útgravingar hava eisini víst, at her hevur verið búseting í hvussu er í ár. Annars gjørdist Sitka eitt hernaðarligt høvuðssæti undir Seinna veraldarbardaga, tá hermenn støðaðust her. Sitka var fyrsti høvuðsstaður í Alaska sum lutstatur í USA, inntil hann í 1906 varð fluttur til Juneau nakað norðanfyri. Tað var tann tíð, tá hann var størsti býur yvirhøvur á amerikanku vesturstrondini. Vinnuvegir. Arbeiðsloysið er her heldur lægri enn í Alaska yvirhøvur, men heldur hægri enn í USA. Mitt í 1990-unum var arbeiðsloysið omanfyri 10%. Nú liggur tað um 5%. Eitt, sum hevur havt týdning í hesum sambandi, er, at eitt tað størsta arbeiðsplássið í Sitka, eitt sagverk, varð niðurlagt, og var hetta orsøkin til ta umrøddu økingina av arbeiðsloysinum. Sagverkið hevði nóg mikið av rávøru, men tað dálkaði ov illa. Sum nógvastaðni, so er tað tænastuvinnan, bæði almenn og privat, sum er størsti arbeiðsgevari. Fiskivinnan verður roknað sum ein sera týdningarmikil vinna. Hon hevur givið upp til 30 mill. dollarar í inntøku, men hetta tal er minkað seinnu árini og liggur nú beint omanfyri 20 mill. Men hóast hetta so er miðalinntøkan í Sitka størri enn miðal bæði í Alaska og USA. Stuttleikaskip geva eisini nógv til býin. Tað er næstan dagliga, at skip liggur á redini. Hotellini í býnum hava einar 200 sengur, og man hetta vera á leið tað sama sum í Havn. Møguleiki er tó eisini fyri "Bed and Breakfast". Kilimanjaro. thumb Kilimanjaro er hægsta fjall í Afrika. Fjallið er 5.895 metrar høgt. Lynn Anderson. Lynn Anderson (26. september 1947 – 30. juli 2015) var ein amerikanskur countrysangari. Tað er serliga ein sangur, ið verður knýttur at Lynn Anderson, nevniliga hittið við strofuni ”I beg you Pardon, I never promised you a Rose Garden” frá 1970, sum eisini var nógv at hoyra í Føroyum í sjeytiárinum og seinni. Við ”Rose Garden” hjá Joe South, fekk Lynn Anderson ein Grammy sum besti kvinnuligi kontrisangari í 1971. Tað var táverandi maður hennara, Glenn Sutton, sum framleiddi lagið, ið gjørdist eitt heimsumfatandi hitt tað árið. Anderson vaks upp í Sacramento í Kalifornia, men búði í Nashville í Tennessee. NINA. NINA, ið er 80 minuttir langur spælifilmur, er ein føroysk/donsk verkætlan, sum Maria Winther Olsen stendur fyri. Hon hevur sjálv skrivað bæði søgu og handrit. Filmurin gongur fyri seg í Mikladali og Klaksvík, og NINA er fyrsti spælifilmur í fullari longd, sum er upptikin í Norðoyggjum. Klaksvíkar kommuna er millum høvuðsstuðlarnar av verkætlanini, sum samanlagt kostaði eina góða millión krónur. Klaksvíkar kommuna stuðlar verkætlanini við 200.000 krónum. Hetta er ein spælifilmur, sum snýr seg um eitt ungt danskt par, sum flytir til Føroya og búsetir seg í Mikladali. Maðurin fær arbeiði í Klaksvíkar Sjúkrahúsi, meðan konan gongur í einsemi í Mikladali. Hon "revsar" unnusta sín í einari roynd at fáa hansara kærleika. Umframt teir tríggjar høvuðsleikararnar verða statistar í hópatali eisini at síggja, men tey trý Marie T. Søderberg, Nikolaj D. Schmidt og Mike Viderø eru tey, sum fyrst og fremst fortelja søguna um Ninu. Parið í høvuðsleikutunum eru donsku Marie Tourell Søderberg og Nikolaj Dencker Schmidt, ímeðan Mike Viderø spælir triðja høvuðsleiklutin sum presturin Fríði. 29-ára gamla Marie, sum spælir høvuðsleiklutin Nina, er eitt nú kend úr dramarøðini “1864” hjá DR eftir Ole Bornedahl. Harumframt spældi hon leiklutin sum Iben í spælifilminum “Steppeulven” frá 2014, umframt at hon hevur lagt rødd til vælumtóktu Violettu, sum serliga tey yngru kenna úr røðini “Violetta á Disney Channel. Danin Nikolaj Dencker Schmidt spælir sjeikurin hjá Ninu, William. Umframt at hava spælt fleiri stuttfilmar, hevur Nikolaj eisini verið at sæð í eini DR-røð, nevniliga “Historien om Danmark”, sum varð víst fyrr í ár. Hin mannligi høvuðsleikarin er føroyski Mike Viderø, sum spælir presturin Fríði. Aretha Franklin. Aretha Franklin gjørdist heimskend við sangum sum “Respect” og “Say A Little Prayer”. Aretha Franklin (25. mars 1942 – 16. august 2018) hevur ofta verið umtalað sum drotningin av soul. Hon er m.a. kend fyri løgini "Respect", "A Change Is Gonna Come" og "I Say A Little Prayer". Hon hevur vunnið 18 Grammy-virðislønir, og varð í 1987 fyrsta kvinnan, ið varð upptikin í Rock and Roll Hall of Fame. Hon varð ofta umrødd sum “soul-drotningin”, og hon verður roknað sum ein av týdningarmestu sangarindunum innan popp- og rockplátur. Yrkisleiðin hjá Aretha Franklin spennir seg yvir meiri enn seks áratíggju. Hon hevur vunnið 18 Grammy Awards og hevur selt fleiri enn 75 milliónir fløgur. Heitið ”Queen of Soul” varð knýtt at henni og fylgdi henni alt lívið. Lívsleið. Húsið í Memphis har Aretha Franklin var fødd. Franklin varð fødd 25. mars 1942 í Memphis í Tennessee, men sum smágenta flutti hon vil familjuni til Detroit, Michigan, har pápin, C. L. Franklin, gjørdist prestur í New Bethel Baptist Church. Mamman var gospelsangari og klaverleikari, pápin var pastorur og prædikumaður. Sanggávurnar vóru góðar longu frá barnaárum og longu sum tannáringur var hon sangari burturav, mest í kirkjuligum samanhangi. Fyrsta fløga hennara, ein gospelfløga, kom í 1956. Tannáringaárini vóru helst ikki so løtt hjá henni. Hon gjørdist við barn sum 12 ára gomul, og sum 14 ára gomul var hon mamma at tveimum børnum. Men omman tók sær av børnunum, so Franklin kundi fáa gongd á lívsleiðina sum sangari. Gjøgnum sekstiárini komu fleiri útgávur við henni, og tað var serliga við plátuni ”Lady Soul” frá 1968, at hon veruliga gjørdi vart við seg. Sangurin, sum gjørdi hana kenda kom eitt ár frammanundan á plátuni ”I Never Loved a Man the Way I Love You” (1967). Talan er um "Respect", sum Otis Redding skrivaði. Stríðsfólk innan bæði borgararættindi og javnrættindi hava tikið sangin til sín. Frá 1960 og nøkur ár fram var hon á Columbia Records. Í 1966 skifti hon til rhythm & blues kraftsentrið Atlantic Records og tá kom ferð á. Jerry Wexler fekk stóran týdning fyri hennara yrkisleið. Wexler var jødi úr New York við ótrúligum tevi fyri m.a. soul-tónleiki. Hann gav henni størri rásarúm og kontroll yvir sínum úttrykki. Hon slapp at sameina tað spirituella og tað holdsliga sum henni lysti. "Let Aretha be Aretha” var hugburðurin. Hetta eyðkendi restina av hennara lívi og yrkisleið. Í 1968 sang hon til jarðarferðina hjá familjuvininum og borgararættindastríðsmanninum Martin Luther King Jr. Í 1969 var hon sundurlisin frá fyrsta manninum Ted White, ið fór illa við henni. Hon var fyrsta kvinnan, sum fekk limaskap í Rock & Roll Hall of Fame – tað var i 1967. Hon gav út 42 plátur og fløgur, og seldi minst 75 milliónir eintøk. Ikki færri enn 44 ferðir varð hon tilnevnd eina Grammy virðisløn, og 18 ferðir gjørdist hon vinnari. Ein av Grammy virðisløntu sangum hennara var ein duett saman við George Michael, sum tey bæði sungu inn í 1986, og sum eisini var størsta handilsliga succesin hjá henni. Ein annar Grammy-vinnari var "Chain of Fools" frá 1968. Sangurin fekk tann stóra heiður at vera ljóðteppi til eina minniliga dansisenu hjá John Travolta í filminum ”Michael” (1996). Í 1987 varð hon fyrsta kvinnan, sum fekk heiðurin at verða innlimað í “Rock and Roll Hall of Fame”. Í 2008 valdi blaðið Rolling Stone hana til «Greatest Singer of the Rock Era». Ein minnilig framførsla hjá Aretha Franklin var, tá Barack Obama, forseti, varð settur í embætið í 2009. Seinasta fløgan kom í 2017 har hon syngur saman við Royal Philharmonic Orchestra. Talan er um eldri upptøkur av Arethu Franklin, sum kongaliga orkestrið hevur tónasett av nýggjum. Superstjørnan hevði havt ringa heilsu síðani hon fekk staðfest krabbamein í 2010, og í 2017 avgjørdi hon so at gevast at syngja. Tá hevði hon givið út album nummar 42 og havt eina 60 ára langa sangkarrieru. Kim Jong-un. Kim Jong-un (f. 8. januar 1983) er norðurkoreanskur einaræðisharri. Hann hevur síðani 2011 gera stórar broytingar á politiska og hernaðarliga pallinum, fyri at økja um sítt vald. Kim Jong-un hevur m.a. valt at skifta verjuovastan Pak Yong Sik út við No Kwang Chol, meðan leiðarin av heryvirleiðsluni, Ri Myong Su, er skiftur út við hansara varamann, Ri Yong Gil. Generalurin Kim Su Gil er skiftur út við Kim Jong Gak sum stjóri í stjórnarskrivstovuni í herinum. Felags fyri teir tríggjar, sum eru settir í størvini, eru at allir eru sera trúfastir móti norðurkoreanska leiðaranum. Hann hevur eisini sett sær fyri at gera Norðurkorea til heimsins størsta kjarnorkuveldi. Boðini komu frá leiðaranum, tá hann í des. 2017 hitti umboð fyri tey sum menna vápn í landinum. Tann 28. november 2017 skjeyt Norðurkorea eina rakett, sum kann raka øll mál í USA, sambært teimum sjálvum. Í 2018 møttust Kim Jong-un og forsetin úr Suðurkorea, Moon Jae-in, tvær ferðir í Panmunjom á markinum millum bæði londini, og einaferð í Pyongyang. Hin 12. juni 2018 møttust Kim forseti USA Donald Trump á toppfundi í Singapore, tað var fyrsti fundur og samrøða millum ein norðurkoreanskan leiðara og ein sitandi amerikanskan forseta. Teir kjakaðust um kjarnorkuskránna hjá Norðurkorea. Ein uppfylgjandi fundur í Hanoi í ferbruar 2019 endaði bráddliga uttan nakra avtalu. Hin 25. apríl 2019 møttust Kim og russiskir forsetin Vladimir Putin á teirra fyrsta toppfundi í Vladivostok. Hin 30. juni 2019 møtti Kim við bæði tí suðurkoreanska forsetanum og Trump í koreanska hernaðarfría økinum. Sprellimaður. Ein sprellimaður er eitt leikaskapilsi (figurur) ið sprellar tá ið togað verður í eitt band, sum er fest í skapilsið. Sprellimenn eru vanliga gjørdir úr træi ella pappi. Nútíðar sprellimenn gjørdust vælumtóktir hjá aðalstættini í Europa í 18'du øld, men líknandi leikur kunnu sporast heilt aftur til griksku og egyptisku fornøldina. Á týskum verður sprellimaður nevndur "Hampelmann" á eingilskum "Jumping Jack" og á fronskum "Pantin (figurine)". Í Danmark gjørdist spellimaðurin ein partur av jólapyntinum uml. 1850, og í Føroyum er sprellimaðurin sum oftast ein jólamaður, sum hevur sítt fasta pláss á vegginum, hvørji jól. Fiskivinna. Fiskivinna er tann týdningarmesta og mest avgerandi vinna í Føroyum. Fiskivinna er ein global vinna, og sum atlimur í FAO hava Føroyar møguleika at vera við, tá mál um burðardyggan fiskiskap eru á dagsskrá. Fiskivinna er ein hárisiko vinna, ið krevur nógva servitan. Fiskiskapurin er ymiskur frá ári til ár og ymiskur ígjøgnum árið. Fiskiskip eru stór amboð, ið krevja nógva servitan at reka. Skiparin skal hava kunnleika til fiskileiðir og mangt annað. Fiskurin skal eisini hava røttu góðsku, pakkast rætt og koma út á marknaðin. Heiðafuglur. Heiðafuglur er fuglur, sum hevur reiður í haganum. Í Føroyum er nógvur heiðafuglur. Flest allur heiðafuglur finnur føði í haganum og niðri í fjøruni. Summir heiðafuglar eru tó sjófuglar, til dømis kjógvi og likka, og tað merkir, at teir finna føði sína á sjónum. Ein stórur partur av heiðafugli er flytifuglur. Hann er einans í Føroyum um summarið, tá ið hann reiðrast. Um veturin flýgur hann til heitari lond at vera. Fiskivinna í Føroyum. Fiskivinnan hevur stóran búskaparligarn týdning fyri Føroyar. Søguliga sæð hevur fiskivinnan størsta týdning fyri búskaparliga virksemið í Føroyum - størri týdning enn nøkur onnur vinna, og hetta er galdandi enn. Føroyingar byrjaðu tann orduliga fiskiskapin í 1890”unum” tá id trappubrøðrunir keypti tað fyrstu sluppina til landið, síðan hevur fiskivinnan broytt seg og formera seg til at røkka langt út í heimin, og til at hava ein tann mest modernaða flotan í heiminum, hóast ringar tíðir. tær allarbestu tíðurnar hjá føroyska flotanum byrjaðu síðst í 1960”unum” tá id tey fyrstu stálskipini komu, síðani hevur tað gingi upp og niður inntil fyrst í 1990”unum” tá ið búskaparkreppan tók seg upp og koyrdi nógv av skipinum á húsagang. Síðani hevur flotin bygt seg uppaftur ímeðan serliga uppisjóvarflotin hevur klárað seg sera væl t.d. eftir teir fingu tí stóru makrelkvotuna í 2010. Seinni Heimsbardaga rakti føroyingum meint. Tær føroysku slupirnar sigldu við fiski úr føroyum og íslandi niður til onglands við fiski, hetta var ein sera vandamikil túrur tí tað lógu nógvir týskir kavbátar uppá lúr. Tær føroysku sluppirnar landaðu fiskin í oftast í Scrabster og Grimsby, hetta gav nógvan pening til teir føroysku sjómennirnar, og eftir kríggið vóru tað nógvir sum áttu so nógvan pening at teir keyptu sína egnu slupp. Á hesu ferðini eru upp í 240 sjómenn deyðir tilsamans, hetta ger at føroyar eru tað landið í hevur mist mest sjófólk undir krígnum í heiminum í mun til fólkatalið tá. * Tyssismánagras. Tyssismánagras (frøðiheiti: "Botrychium lunaria") er ein av okkara vanligu trøllakampum. Hann er ikki lættur at fáa eyga á, tí hann er oftast bert fáar cm til longdar, og hann finst ikki í mongd, har hann veksur. Hóast tað, er hann á flestøllum oyggjum. Trøllakampar hava ikki blómur og seta ikki fræ, men nørast við grókornum. Mánagras er trøllakampur av Ormstunguætt "Ophioglossaceae" og er einasta slagið í hesi ætt, sum finst í Føroyum, meðan tað í Norðanlondum finnast 8 sløg. Mánagras hevur eitt einstakt blað, sum er býtt í tveir partar. Ovari parturin, ið ikki er grønur, er gróbærur. Hesin parturin hevur nógvar rundar grógoymslur, ið eru samlaðar í einum klasa. Hvør av hesum grógoymslum framleiða hundraðtals grókorn, ið spíra til nýggjar plantur. Niðari parturin av blaðnum er grønur og gróleysur. Hann er býttur upp í fleiri mánavaksnar partar, ið hvør fevnir inn yvir annan. Soleiðis skilir tyssismánagras seg frá hinum 15 trøllakampunum, ið vit hava í Føroyum. Tí á hinum sita grókornini í gróhópum aftanfyri á blaðnum, vardir av einum skjøldri, sum opnar seg, tá grókornini eru búgvin, so at tey kunnu spjaðast. Eisini kunnu tey sita á blaðrondini, sum er rullað inneftir, áðrenn grókornini eru búgvin. Hægstirættur í USA. Í amerikanska hægstirætti eru níggju dómarar, sum verða tilnevndir fyri lívið. Hægstirættur í USA kann ógilda lóggávu frá Kongressini ella einstøku statunum, um hann metir, at lóggávan stríðir ímóti amerikonsku grundlógini. Landsins ovasti dómstólur viðgerð kærumál og mál av serligum týdningi. Og hann er síðsti kærumyndugleiki viðvíkjandi amerikonsku grundlógini. Dómstólurin var stovnaður, tá USA fekk sína grundlóg í 1787. Níggju dómarar eru í hægstarætti. Teir verða tilnevndir fyri lívið av forsetanum við góðkenning av Senatinum. Í 2018 eru teir konservativu í meiriluta í hægstarætti. Fimm dómarar verða mettir sum konservativir, og fýra sum liberalir. Amerikanska grundlógin. Amerikanska grundlógin, sum kom í gildi í 1789, tryggjaði fólkinum og statunum stórt frælsi. Amerikanska grundlógin er hin elsta lógin av sínum slag í heiminum. Hon varð samtykt í 1788 og kom í gildi árið eftir. Lógin er ein karmur, ið annan vegin tryggjar øllum borgarum grundleggjandi rættindi, og hinvegin ein vernd móti órættvísari viðferð frá allari yvirvøld. Eftir at amerikanska grundlógin kom í gildi, eru nógv ískoyti skrivað. Fyrstu 10 ískoytini, "Bill of Rights", vórðu løgd afturat grundlógini í 1791. Av hesum tíggju er fyrsta ískoytið um persónligt frælsi: trúarfrælsi, talufrælsi, pressufrælsi og frælsi at mótmæla. Tað serliga við amerikansku grundlógini er, at hon er aldri broytt. Bara ískoyti eru komin afturat. Carla Juri. "Carla Juri" (fødd 2. januar 1985 í Locarno) er ein sveisiskur sjónleikari. Monte Águila. Monte Águila er ein býur í Kili við umleið 6.574 íbúgvum. Føroysk list. Føroysk listafólk hava málað síðani seinast í 18. øld. Tað er tó ikki fyrrenn frá 1930-árunum, at føroysk list ger seg galdandi á høgum stigi, fyrst við málningalistini og síðani við mynd-høgglist og grafikki. Meðan myndlistin er nýggj, er føroyskt listhandverk elligamalt; træskurður og serliga bindingarmynstur vóru vanligir listlutir. Elstu føroysku málningarnar, vit vita um, hevur Díðrikur í Kárastovu av Skarvanesi gjørt um ár 1850. Men teir fyrstu málararnir, sum Jógvan Waagstein og Niels Kruse, málaðu mest tað føroyska landslagið við sínum skiftandi ljósi og litum. Í 1948 varð skipað fyri fyrstu almennu framsýningini av myndlist í Føroyum. Tá varð hildið, at kundi ein framsýning skipast annaðhvørt ár, so var væl vorðið. Nú eru framsýningarnar tættar, og eitt stórt tal av listafólki skapa eina fjølbroytta føroyska myndlist. Kendast eru listafólk sum t.d. Hans Pauli Olsen, Steffan Danielsen, Janus Kamban, Ingálvur av Reyni, Ruth Smith, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen, Sámal Joensen-Mikines og Thomas Arge. * Gran Canaria. Gran Canaria er tann næststørsta av teimum sjey Kanarisku Oyggjunum. Kanarisku Oyggjarnar liggja 1000 km sunnan fyri Gibraltar, men eru spanskar, og fólkið tosar spanskt. Oyggin er rund sum ein pannukøka, tó við høgum øskulitaðum fjøllum, sum koma upp móti 2000 m. Fólk hevur sett seg niður á útnyrðings- og landnyrðingssíðuni, tí her er vatn. Annars sigst, at á oynni eru heili fýra ymisk veðurløg. Sera gott veðurlag alt árið og frálíkar strendur lokka eina rúgvu av gestum til Gran Canaria alt árið. Suðursíðan av Gran Canaria er tann mest vitjaða, og har finnast hópin av hotellum og íbúðum. Playa Del Ingles, Maspalomas, Meloneras og Puerto Riko eru nakrir av teimum mest vitjaðu býunum. Í Puerto Riko hevur einki menniskja sett seg niður fyrr enn í 1956, tá ið Tjæreborg Rejser og Spies Rejser settu skjøtul á ferðavinnuna. Her er og hevur verið oyðimørk í fleiri hundrað ár. Søga. Longu í 1100 f.Kr. komu fønikiararnir framvið her á sínum longu sjóferðum. Í 300 f.Kr. kom fólk rekandi á flakum yvir havið úr Norður-Afrika. Hetta fólkið var av berbaraætt og kallaðist guanchararnir. Teir dugdu ikki bátasmíð, men hildu seyð og geitir og stóðu á seiðabergi. Teir bygdu sær ikki hús, men búðu í teimum mongu rúmligu fjallaholunum, sum er gamli kanariski bústaðarhátturin. Tað sigst, at tað fyrsta, hesi fólk bóru eyga við á oynni, vóru grannvaksnir hundar, harav navnið "Gran Canaria". Í 1478 koma spaniólarnir og bera seg at á sama hátt, sum teir fá ár seinri gera í Amerika. Teir berjast við báðar høvdingarnar á oynni, annan drepa teir, og søgnin sigur, at tá ið hann var fallin, stoyttu øll viðhaldsfólk hansara seg út av berginum Sancta Lucia. Hin høvdingin fanga teir og tvinga at lata seg doypa. Tunglyndi. Tunglyndi er vanlig og mikið útbreidd sálarsjúka. Umleið 1 út av 6 fólkum stríðast við hetta sálarheilsufyribrigdi, onkustaðir á lívsleið teirra. Tunglyndi kann verða, miðal – ella svárt, og fleir kvinnur enn menn fáa tunglyndi. Nógv tunglyndi byrjar í 20-30 árs aldrinum, men alsamt fleiri børn og ung eru í viðgerð fyri tunglyndi. Tunglyndi er ikki tað sama sum kenslan av sorg. Medisinsk viðgerð hevur í nógv ár verið nýtt til tunglyndi. Í Føroyum er sølan av antidepressiva tvífaldað seinastu 10 árini 2007-2017. Felipe Folgosi. Luiz Felipe de Andrade Folgosi (føddur 18. mai 1974 í São Paulo) er sjónleikari og tónleikari úr Brasil. Hann hevur spælt við í filmum og sjónvarpsrøðum. Gunilla Bergström. Gunilla Elisabet Dukure Bergström (fødd 3. juli 1942, deyð 25. august 2021) var svenskur barnabókahøvundur. Hon hevur útbúgving sum journalistur, men gjørdist rithøvundur burturav í 1975. Hon hevur skrivað fleiri enn 30 bøkur, kendastu eru tær um Álv Ákason, sum hon sjálv myndprýðir. Fyrsta bókin hjá Gunillu Bergström kom út í 1971 og eitur "Mias pappa flytter"; fyrsta bókin um Álv Ákason kom út í 1972, og eitur "Góða nátt, Álvur". Bøkurnar um Álv Ákason eru klassikarar í svenskum barnabókum. Umframt bøkur finst hann eisini sum sjónvarpsrøð, barnasjónleikur og fløga. Azorurnar. Azorurnar liggja langt út í Atlantshavinum - millum Portugal og Norður-Amerika - 5 tíma flúgving úr Keypmannahavn. Høvuðsoyggin eitur Sao Miguel har størsti býurin á Azorunum, Ponta Delgada, er. Har er eitt vakurt havnalag við størri úrvali av kaféum og matstovum. Á Azorunum er veðurlagið av tí besta, heitt, men av tí oyggjarnar eru so langt úti í stórhavinum, verður altíð eitt sindur av loti, so tað verður ikki so kvalið. Nógv verður dyrkað av bananum á oyggjunum. Landafrøði. Oyggjabólkurin Azorurnar liggur í Atlantshavi. Azorurnar eru ein oyggjabólkur við 9 oyggjum av vulkanskum uppruna. Her var fólkatómt til menn úr Portugal komu higar í 1427. Samlaða støddin er einans uml. helvtina av Føroyum, umleið 747 ferkilometrar. Lægsti meðalhiti um dagin er 16 stig (januar). Hægsti meðalhiti um dagin er 26 stig (august). Tað regnar av og á og skiftir ofta millum regn og brennandi sól. Oyggjarnar liggja mitt í Golfstreyminum og meðalhitin í sjónum alt árið liggur millum 16 og 23 stig. Háárstíð verður roknað til summarfrítíðar-mánaðirnar í Portugal og suðurlondum annars, t.v.s. frá mai til september. Miðárstíðin er apríl mánaði og oktober/november. Lágárstíð er frá desember til mars. Sjimpansa. Sjimpansur halda fyri tað mesta til í trøum. Sjimpansur halda til í afrikonskum frumskógum, í skógum og graslendum. Tær kunnu flyta seg skjótt gjøgnum frumskógin við at sveiggja frá grein til grein. Sjimpansur eta mest plantur og frukt, men teimum dámar eisini væl kjøt, egg og skordjór. Um náttina sova tær uppi í trætoppunum í bólum, sum tær gera úr bløðum og greinum. Sjimpansur kunnu verða 1,7 metrar høgar og viga upp í 60 kilo. Hóast tær vanliga ganga á øllum fýra, eisini nevnt knúgva-gongd, so duga tær eisini at standa og ganga upprættar. Sjimpansur eru súgdjór og hoyra til mannapurnar, eins og vit menniskju. Sjimpansur eru eitt av fáum djórum, sum duga at brúka amboð. Tær brúka til dømis ein pinn fyri at fáa fatur á skordjórum, sum halda til í rivum í viðarbulum, og brúka steinar at bróta nøtir við. Svartur pantari. Svarti pantarin er eitt av størstu ránsdjórunum í frumskóginum. Tað er trupult at fáa eyga á pantaran, tí hann er myrkur í liti. Hann sæst tí ikki, tá ið hann lúrir eftir fongi í myrka skóginum. Svarti leopardurin heldur til í Ásia og Afrika. Svartir jaguarar halda til í Suðuramerika. Svarti pantarin etur kjøt og veiðir fisk, fugl, súgdjór og skriðdjór. Pantarar eru súgdjór. Kvalaraslanga. Kvalaraslangan er ein stór slanga, sum tekur sín fong við kjaftinum. Hon sveipar seg um fongin og kroystir hann, til hann kvalist. Kjálkabeinini kunnu gapa so nógv, at fongurin verður etin í einum. Eftir hetta er kvalaraslangan mett í fleiri mánaðir. Kvalaraslangur halda til í tropiska partinum av Mið- og Suður-Amerika. Kvalaraslangur kunnu gerast 4 metrar langar og viga meiri enn 45 kilo. Kvalaraslangur eru skriðdjór og hoyra til slangufamiljuna. Størsta kvalaraslangan, sum higartil er mátað, var 5,5 metrar long. Kvalaraslangan etur alt, sum hon fatur á, bæði apur, fugl, hjørtir og villsvín. Kvenndjórið kann leggja heilt upp í 60 ungar. Nýføddu ungarnir eru bara 60 sentimentrar langir, men halda fram at vaksa øll 25-30 árini, teir liva. Buffy Sainte-Marie. Buffy Sainte-Marie (f. 1941) er myndlistakvinna, singer-songwriter, framleiðslustjóri, filantropur, pedagogur, sosial-aktivistur og slóðbrótari fyri rættindini hjá amerikanska upprunafólkinum. Hon hevur skrivað sangir við sosialum harmi og bersøgnum, politiskum boðskapi. Hon hevur skrivað sangir við so dyggari kommersiellari slagkraft, at so ymisk listafólk sum Janis Joplin, Barbra Streisand, Elvis Presley, Neil Diamond og Joe Cocker hava gjørt teir heimskendar. Indianska listakvinnan er líka so brennandi ágrýtin enn, sum tá ið hon í 1960unum vann fram á tí amerikanska vísupallinum, ið fevndi um nøvn sum Joan Baez, Bob Dylan, Leonard Cohen og Joni Mitchell. Sainte-Marie varð skjótt gitin sum ein gávaður sangskrivari, og tað veruliga frambrotið var við sanginum "Soldier Blue" úr hennara fyrstu LP-plátu í 1964, tá ið hon var 23 ár. Hon fekk samstundis virðislønina hjá Billboard sum besta nýggja listafólk í USA. Í 1970unum hvarv Buffy Sainte-Marie lutvíst av pallinum. Sjálv hevur hon sagt, at fyrst var tað Lyndon B. Johnson, forseti, og seinni Richard Nixon, ið lýstu hana óynskta fyri sítt stríð fyri rættindunum hjá indianarum. Men tíðliga í 1980unum var hon aftur av álvara við eitt nú tittulsanginum "Up Where We Belong" úr filminum "Officer and Gentleman", ein sangur, sum varð ein ómetaligur viðburður hjá Joe Cocker og fekk ein Oscar í 1982. Og tað er bara ein av teimum mongu virðislønunum, sum tann indianska listakvinnan hevur fingið gjøgnum eitt langt og virkið lív, listini og borgararættindunum til gangs. Hon hevur franskt navn, tí hon er av irokesaraætt. Hon varð fødd tann 20. februar 1941 í Piapot Cree-reservatinum í Qu-Apelledalinum í Saskatchewan í Kanada. Hon varð faðir- og móðurleys og seinni ættleidd av Albert- og Winifred Saint-Marie í Maine. Hesi amerikonsku foreldur hennara vóru skyld við biologisku foreldur hennara. Hon fór á universitetið, University of Massachusetts Amherst, har hon var millum tíggju tey bestu í sínum flokki. Hon fekk embætisprógv sum lærari í eysturlendskari heimsspeki. Í 1964 var hon og vitjaði ættfólk sítt í Piapot Cree-reservatinum í Saskatchewan. Har var ein powwow-mentanarstevna hildin. Yngsti songur høvdingin, Piapot, Imu Piapot og kona hansara ríkaðu hana við síni upprunamentan. Hon fekk innlit í mentanina hjá forfedrum sínum. Apache. Apache er ein bólkur av seks mentanarliga skyldum indianaraættum í USA, ið eru úr athabascan-málættini. Ættbólkarnir eru: kiowa-apacharar, ið búðu millum norðara New Mexico-markið og Platte River, lipan-apacharar úr eystara New Mexico og vestara Texas, jicarilla-apacharar úr sunnara New Mexico, mescalero-apacharar miðskeiðis í New Mexico, chiricahua-apacharar úr Chiricahua Mountains í suðurvestara Arisona og vestur-apacharar miðskeiðis í Arisona. Apache-indianarar eru altso ikki til sum tjóð, tí teir eru úr nógvum ættbólkum. Orðið "apache" merkir krígsmaður. Ein tann víðagitnasti leiðarin hjá einum apache-fólki var Geronimo, ið var høvdingur hjá chiricahua-fólkinum. Tað var ikki fyrr enn 1900, at apache-kríggini vóru av. Kortini hava apacharar klárað seg toluliga væl í pueblo-landi. Summir eru millum bestu neytahaldarar í Arisona og New Mexico. Teir halda m.a. dygdarneyt til kjøtframleiðslu. Sequoyah. Sequoyah (cherokesiskt: ᏍᏏᏉᏯ) (1767–1843), víðagitin, seinni heimsgitin, cherokesari, var ein av upprunaligu amerikanarunum úr ættini Cherokee (fólk), ið tala eitt mál av teirri irokesisku málættini. Hann uppfann eitt skriftmál, sum cherokesarafólkið brúkar tann dag í dag. Navn Sequoyahs er knýtt at botaniskum nøvnum á nøkrum av heimsins undurfullastu trøum: vatngrann (metasequoia), reyðtræ (sequoia) og mammuttræ (sequoiadendron). Hann varð føddur onkuntíð millum 1760 og 1776 nærindis núverandi Cherokee Village, beint við Fort Loudoun í Tennessee. Móðir hansara, Wu-teh, ið var systir høvdingarnar Doublehead og Old Tassel, var av tí málaða fólkinum, og pápi hansara, Nathanial Gist (eisini stavað Guest ella Guess), var eingilskur skinn-handilsmaður. Sequoyah varð uppvandur eftir vanligum cherokesarasiði og var veiðumaður og skinnhandilsmaður. Faðirin gav honum navnið George Gist, men av einum tvørrandi førleika fekk hann navnið Sikwa'y ella Sequoyah. Hildið verður, at navnið stavar frá cherokesiska orðinum "siqua", ið merkir "svín". Av tí at hann var ólekjandi vanførur, menti hann evnir sum smiður og smíðaði jarnlutir og silvurprýði. Hann gifti seg við eini cherokesarakvinnu, sum hann fekk børn við. Tey fluttu til Cherokee County í núverandi Georgia. Seinni fór hann í kríggj móti Bretlandi í parti við Andrew Jackson generali í 1812. Sequoyah lærdi ongantíð at skriva ella lesa eingilskt, men meðan hann búði í Georgia, varð hann hugtikin av møguleikanum hjá europearum at samskifta við teknum á pappíri, soleiðis at teir lósu úr "talandi bløðum." Hann fór undir at menna eina skriftskipan fyri cherokesarar í 1809. Í krígnum varð hann upp aftur meiri sannførdur um, at hann var á rættari leið, tí at hann fekk ikki sum hinir hermenninir skrivað heim og heldur ikki lisið tey hernaðarligu boðini. Eftir kríggið fór Sequoyah av álvara at skapa symbol, ið kundu skapa orð, og hann brúkti tey, tá ið hann spældi við dóttur sína, Ayoka. Í sínum áhuga fyri at skapa eitt skriftmál varð hann avbyrgdur og royndi at standa seg móti háðan og spotti frá kenningum og skyldfólki, sum hildu, at hann varð vorðin svakur ella var farin at ganda. Sequoyah flutti vestur til Arkansas, har hann helt á við arbeiðinum. Eftir at hava roynt at skapa tekn fyri hvørt einasta orð, avráddi Sequoyah at býta orðini sundur í stavilsir og at gera tekn fyri hvørt stavilsi. Við støði í tí latínska stavraðnum og kanska eisini tí kyrilliska skapti hann seks og fýrs tekn, ið umboðaðu øll stavilsir, og eftir tólv ára sleip, háðan og spott hevði hann gjørt tað margfalda cherokee-málið til eitt skriftmál. Í 1821 samtykti cherokesara-fólkið at brúka hansara stavrað eftir eina sýning, ið gjørdi ættleiðararnar bilsnar. Nøkur ár seinni høvdu túsundtals cherokesarar lært seg at skriva og lesa sítt egna mál. Í 1824 heiðraði tjóðarráðið í høvuðsstaðnum New Echota hann við einum silvurmerki, sum hann bar alt lívið. Seinni góvu tey honum eisini eina árliga veiting upp á trý hundrað dollarar, sum einkjan eftir hann áhaldandi fekk, eftir at hann var deyður. Í 1825 vóru bæði Bíblian og nógvir religiøsir smárit, sangir, bøkur, lógartekstir og útbúgvingartilfar av øllum slagi týdd til cherokesiskt, og í 1827 legði tjóðarráðið hjá cherokesarum pening av til at geva út ta fyrstu avísina fyri upprunafólk í USA. Í 1828 fór Sequoyah til Washington DC sum partur av eini sendinevnd at gera ein sáttmála um land í Oklahoma. Ferð hansara setti hann í samband við umboð fyri aðrar ættbólkar av upprunaamerikanarum úr øðrum pørtum av USA. Við hesum fundum í huga gjørdi hann av at víðka stavraðið til at fevna um eitt algongt skriftmál fyri allar upprunaamerikanskar ættbólkar. Hann droymdi um at síggja ta syndraðu cherokesatjóðina savnaða aftur, og tað var á eini slíkari ferð til Meksiko, har hann vitjaði cherokesarar, ið vóru burturvístir hagar, at hann doyði í 1843. Eiturpílafroskur. Eiturpílafroskar halda til í mið- og suðuramerikansku skógunum. Hesir litføgru froskarnir eru sera eitrandi. Teir verða ofta róptir eiturfroskar, tí upprunafólk smurdu froskaeitur á oddin á blásipílum. Síðan vórðu pílarnir skotnir gjøgnum long blásirør eftir apum og øðrum djórum. Kláru litirnir á eiturpílafroskunum virka sum ávaring til ránsdjór. Eiturpílafroskar eta øll sløg av flogkykti. Flestu eiturpílafroskar eru smáir á vøkstri, minni enn 1,5 sentimetrar, tó at onkrir verða upp í 6 sentimetur. Vaksnu froskarnir verpa í vátlendi. Tá ið eggini eru klakt, ber froskurin ungarnar á bakinum í ein hyl. Eiturpílafroskar hava kalt blóð, og tað merkir, at teir kunnu liva bæði í vatni og á landi. Irokesarar. Her búðu irokesarar í Irokesasamgonguni. Irokesarar, ho-dé-no-sau-nee, langhúsfólkið, vóru amerikanskir indianarar á leiðini sunnan- og eystan fyri Ontariovatn. Søga. Fyri 1600-talið skipaðu fimm av teimum irokesisku fólkunum - mohawk, oneida, onondaga, cayuga og seneca - Irokesarasambandið sum eftir at tuscarora-indianararnir fóru uppi í 1722, eisini varð rópt Tær Seks Tjóðirnar. Aðrir ættarbólkar hjá irokesarunum - St. Lawrence-irokesarar, wyandot (huron), erie og susquehannock - vóru tó fíggindar hjá Irokesarasambandinum. Irokesarar búðu í óheftum bygdarsamfeløgum við tretivu til hálvtannað hundrað langhúsum, har húski, sum vóru í ætt í kvinnugreinini, búðu. Tey vóru skipað í ættflokkar. Tær gomlu ráðandi kvinnurnar í familjuni, ættmøðurnar, tilnevndu menn av síni ætt umboð bæði í bygdarráðunum og sambandsráðnum. Hesir menn vórðu róptir "sachems", tað er friðarhøvdingar. Aðrir menn fingu politiskt vald við orðasnildi ella sum krígsleiðarar. Kvinnurnar dyrkaðu høvuðsgrønðina mais og grasker, og menninir tóku sær av kríggi, veiðu, handli og øðrum politiskum sambandi við umheimin. Hóast kvinnurnar høvdu stóra ávirkan bæði búskaparliga í landbúnaðinum, sum ættmøður og við at skipa átrúnaðarligan halgisið, var ikki talan um kvinnustýri, tí teir mannligu høvdingarnir høvdu tað formliga og útinnandi valdið. Nú á døgum eiga irokesararnir, ið telja umleið hálvtrýss túsund, fleiri smá reservat í statunum New York og Wisconsin í USA og í Ontario í Kanada. Irokesiska málættin. Tann irokesiska málættin er fjart skyld við tvær aðrar norður-amerikanskar málættir, sioux- og caddomál. Millum tey sjey irokesisku málini, ið enn verða talað, eru tey størstu mohawk, sum eini 3000 tala í New York, Wisconsin, Quebec og Ontario, og cherokee, sum eini ellivu túsund tala í Oklahoma og Norðurcarolina. Sukur. Sukur fæst úr nógvum ymiskum plantum, men meginparturtin verður vunnin úr sukurrørum (75%) og sukurrótum (25%). Sukurrør er eitt grasslag og líkist eitt sindur bambus at síggja til. Meðalhitin skal liggja millum 21 °C og 30 °C í nógvar mánaðir og avfallið 200 cm um árið. Er avfallið ov lítið, hjálpist eisini við at veita vatn á. Tá ið rørini verða tikin, verða tey skotin av, so bert ein lítil stubbi stendur eftir. Rótin stendur eftir, tí úr somu rótini kunnu vaksa tveir ella tríggir nýggir leggir. Tá ið leggurin er skorin, verða bløðini tikin av. Summastaðni verður markin brend av, áðrenn heystað verður. Tað skalar ikki leggirnar, og eldurin rekur rottur og onnur skaðadýr burtur, men afturfyri verður einki fóður til húsdýr. Leggirnir verða so fluttir til sukurverksmiðjurnar. Har verða leggirnir skornir sundur og flaktir út og kroystir í maskinum, so sevjan verður kroyst úr teimum. Sevjan verður reinsað og kókað, til bert sukur er eftir. Hetta sukurið verður vanliga flutt út, sum tað er, og verður so reinsað í keyparalandinum. Niðurkókaða tilfarið verður nevnt melassa og verður m.a. nýtt at gera romm burturúr. Sukurrør vaksa serliga í fýra høvuðsøkjum: Oyggjunum í Karibiahavi, Latínamerika (serstakliga Meksiko og Brasil), í Fjareystri og Avstralia. Schengen økið. Schengen-økið umfatar 26 evropeisk lond – millum annað Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Spania, Týskland, Frakland og Italia – og hevur til endamáls at avtaka passeftirlit inni í Schengen-økinum. Føroyar eru eisini partur av Schengen-samstarvinum. Tá ið ferðast verður út av ella inn í Schengen-økið er serstakt passeftirlit. Tað vil siga, at verður ferðast til eitt nú Bretlands ella USA, skal passið kannast bæði á veg út og á veg inn. Føroyar eru partur av Schengen-samstarvinum, men yvirtaka vit útlendingamál og marknaeftirlit, uttan at hava fingið eina sjálvstøðuga avtalu við Schengen. Schengen-sáttmálin snýr seg í høvuðsheitum um at taka burtur persónseftirlitið (passeftirlit, visum o.a.) á marknaliðunum hjá limalondunum. Eftirlitið verður hinvegin hert við tey ytru mørkini í Schengen-økinum mótvegis borgarum úr londum, ið ikki eru limir í Schengensamstarvinum. Limalondini binda seg samstundis til tætt løgreglusamstarv og til at skráseta óynsktar og revsaðar persónar í eini felags skipan, nevnd ISS. Løgreglan fær eisini møguleika at kanna bilar og persónar inni í londunum, til tess at staðfesta um tey hava lógligt uppihaldsloyvi. Schengen-skipanin byrjaði í 1985 við eini avtalu millum Týskland, Frakland, Holland, Belgia og Luksemborg, og í 1990 varð Schengen-sáttmálin gjørdur. Síðani hava Belgia, Frakland, Grikkaland, Holland, Italia, Luksemborg, Portugal, Spania, Týskland, Eysturríki, Finnland, Svøríki og Danmark undirskrivað sáttmálan. Hartil hava Ísland og Noreg knýtt seg uppí við eini sonevndari associeringsavtalu. Aymará (mál). Aymara(sprog)("aymar aru",Spansk Aimara) de Bolivia og Peru men også Chile. Stavra:. Aa,Ää,Ch ch,Chh chh,Ch' ch',Ii,Ïï,Jj,Kk,Kh kh,K' k',Ll,Ll ll,Mm,Nn,Ññ,Pp,Ph ph,P' p',Qq,Qh qh,Q' q',Rr,Ss,Tt,Th th,T't',Uu,Üü,Ww,Xx,Yy. John Ford. John Ford (f. 1. februar 1894 – 31. august 1973) var amerikanskur filmleikstjóri og víðagitin fyri westernfilmar sum t.d. "Stageoach" (1939) og "Jagstrarin" (upprunatittul: "The Searchers") og fyri at filma klassiskar amerikanskar skaldsøgur frá 20. øld, t.d. "Vreiðinnar drúvur" (upprunatittul: "The Grapes of Wrath"). Hann fekk fýra Oscars sum besti leikstjóri. Hansara filmsstílur hevur havt stóra ávirkan á aðrar leikstjórar, og eitt nú Ingmar Bergman og Orson Welles hava rópt hann mætasta leikstjóra nakrantíð. Tá ið Orson Welles varð spurdur, hvussu hann hevði lært at gera film, segði hann: "av teimum gomlu meistarunum, og við hesum meini eg John Ford, John Ford og John Ford." Ford hevur hevur eisini ávirkað so ólikar leikstjórar sum Akira Kurosawa, Steven Spielberg, Martin Scorsese, Sam Peckinpah, Sergio Leone og Jean-Luc Godard. Við "Cheyenne Autumn" (Warner Bros., 1964) bað John Ford vestri farvæl, og hesin filmurin segði hann alment var eitt harmaljóð um indianararnar í USA. Pueblofólkið. Kiva, rúm hjá pueblo-indiánarum undir jørð. Teir sponsku landtøkumenninir róptu teir pueblos eftir bygdunum, teir búðu í. Pueblo-indiánararnir vóru og eru fleiri fólkasløg í Suðurvestur-USA. Pueblo er spanskt og merkir millum annað "bygd". Hesir indiánarar búðu í sínum bygdum í fjallalendi, og spaniólar róptu teir pueblo. Pueblo-indiánarar búgva har norðuri í New Mexico við ovaru Rio Grande-ánna og tvøráir, har einar tjúgu bygdir eru. Longri vestanfyri býr zunifólkið, og har norðuri í Arizona eru hopi-bygdirnar, og ein bólkur býr í El Paso í Texas. Hóast málsligur og vistfrøðiligur munur er á sosialu og politisku skipanini, líkist mentanin hjá pueblo-indiánarunum nógv, tí hon er miðsavnað um ein ríkan, stílfastan siðaarv, sum lutvíst verður útintur í rúmi undir jørð (kiva), hagar óviðkomandi kann verða sýtt atgongd. Fyrr livdu pueblofólkini av landbúnaði, men í dag liva tey meira sum løntakarar og av listhandverki, serliga keramikki og silvursmíði. Pueblo-indiánararnir eru einir hálvtrýss túsund í tali (2010). Tann mentanarliga samvirkanin í landinum hjá pueblo-indiánarunum spratt fyri einum tvey túsund árum síðan. Eitt úrslit av hesum samvirki er eitt málsamband, sum nú á døgum fevnir um hopi, zuni, apache, keresanskt og tanoanskt. Tó at hesi amerikonsku mál umboða fimm ymiskar málættir og isolat, so hava tey fleiri málslig eyðkenni í felag. Tann málsliga granskingin er rættiliga ymisk, tí at tanoansk og keresansk mál eru lítið greinað, men hopi er eitt av teimum mest granskaðu málunum í USA. Muammar Gaddafi. Muammar Muhammad Abu Minyar al-Gaddafi (føddur 7. juni 1942 í Yūḥannām, deyður 20. oktober 2011 í Sirte) var statsleiðari í Libya frá 1969 til 2011. Hann stýrdi sum einaræðisharri síðani 1979. Nicolás Maduro. Nicolás Maduro Moros (føddur 23. november 1962 í Caracas) er suðuramerikanskur politikari og núverandi forseti í Venesuela. Hann tók yvir sum fyribils forseti í mars 2013, tá fyrrverandi forsetin, Hugo Chávez, doyði. Fyrr varð Maduro útnevndur til varaforseta av Chávez forseti í oktober 2012. Nicolás Maduro varð valdur til forseta í Venesuela hin 14. apríl 2013. Alison Krauss. Alison Maria Krauss (fødd 23. juli 1971 í Decatur, Illinois) er ein amerikonsk songkvinna og violinleikari, sum er kend fyri at syngja og spæla bluegrass- og countrytónleik á hægsta stigi. Alison varð fødd i Decatur, men vaks upp í Champaign, Illinois, saman við eldra beiggjanum Viktor. Hon byrjaði sína yrkisleið sum tónleikari í áttatiárunum. Í 1985 luttók hon í upptøkum til útgávuna "Different Strokes" hjá beiggja sínum, har hon eisini sang. Alison Krauss var tilnevnd til eina Grammy-virðisløn fyri fyrstu ferð Í 1991. Hon gjørdist vinnari við sanginum "I've Got That Old Feeling" í bólkinum "Country - Best Bluegrass Recording". Síðani hevur hon verið tilnevnd til Grammy-virðisløn 42 ferðir og 27 ferðir hevur hon vunnið. Eingin kvinna hevur vunnið fleiri Grammy-virðislønir enn hon. Millum hennara kendastu sangir eru "When You Say Nothing At All" frá 1995 og "The Scarlet Tide" úr filminum "Cold Mountain" frá 2003. Galloway (Texas). Galloway ella "Gallaway" er ein lítil bygd ella býlingur í amerikanska statinum Texas. Bygdarøkið liggur í landsynningshorninum av Panola County, nærhendis markinum við Louisiana. Galloway hevur bara umleið 70 íbúgvar. Økið er sokallað 'unincorporated community', sum ikki er partur av nakrari kommunu. Tað eru hinvegin aðrar fyrisitingarligar eindir í statinum, sum hava ábyrgdina fyri økið. Amerikanski sangarin Jim Reeves varð borin í heim í Galloway í 1923. Leipzig. er stórbýur í eystara parti av Týsklandi. Her búgva næstan 585.000 fólk og hetta fólkatalið ger Leipzig til tann størsta býin í Sakslandi og tann 10. størsta býin í Týsklandi. Áin "Weiße Elster" rennur gjøgnum býin. Kigali. Kigali er høvuðsstaðurin og størsti býur í Rwanda. Býurin liggur mitt í landinum, í eini hædd millum 1433 og 1645 metrar yvir havinum. Fólkatalið er umleið 860.000, við forstøðum er tað meira enn 1,32 milliónir. Áin Nyabarongo rennur tætt fram við býinum. Flogvøllurin "Kigali International Airport" liggur í forstaðinum "Kanombe", 5 km eystanfyri miðbýin. Økið kring býin, sum er ein av teimum 5 landslutum í Rwanda, kallast "Umujyi wa Kigali" á kinyarwanda, ella "Kigali Province" á enskum. Søga. Kigali varð grundlagdur í 1907. Stigtakarin var týski læknin Richard Kandt. Hann leitaði eftir upprunakeldum Niláar í Rwanda. Býurin er høvuðsstaður síðan 1962; árið, tá ið Rwanda gjørdist sjálvstøðug tjóð. Í 1994 byrjaði fólkadrápið í Rwanda í høvuðsstaðinum Kigali tann 7. april. Umleið 100.000 íbúgvar av høvuðsstaðinum mistu lívið, meðan millum 800.000 og 1.000.000 fólk doyðu kring alt landið. Síðan 2019 er Parfait Busabizwa fyribils borgarstjóri í Kigali. Champaign. Champaign er universitetsbýur í Illinois i USA. Býurin, sum liggur 217 km sunnanfyri Chicago, hevur meira enn 85.000 íbúgvar (2017). Lærdi háskúlin "University of Illinois" við umleið 50.000 lesandi, er størsti arbeiðsgevari í býinum. ა. ა (ani) er tann fyrsti bókstavurin í georgiska stavraðnum (alfabetinum). Philipsburg. Philipsburg er høvuðsstaðurin í Sint Maarten. Búsetingin, sum varð stovnað í 1763, hevur umleið 1330 íbúgvar. Allan Norðberg. Allan Norðberg (føddur 25. mars 1994) er ein føroyskur hondbóltsleikari, ið spælir við íslendska felagnum KA og fyri føroyska hondbóltslandsliðið. Hann var á gallaveitsluni hjá HSF valdur sum besti høgrivongur í Føroyum 2017/18. Allan er strandingur og hevur fyrr spælt við StÍF. Nina Persson. Nina Elisabet Persson (fødd 6. september 1974 í Örebro) er svensk songkvinna og tónaskald, sum serliga er kend fyri at vera forsangarinna í svenska tónleikabólkinum The Cardigans. Anni-Frid Lyngstad. Anni-Frid Lyngstad saman við Benny Andersson í 1976. Anni-Frid Lyngstad (fødd 15. november 1945 í Bjørkåsen, Ballangen í Norra) er norsk-svensk songkvinna. Hon er serliga kend fyri at hava verið limur í svenska tónleikabólkinum ABBA undir navninum "Frida" frá 1972 til 1982. Anni-Frid Lyngstad var gift við ABBA-liminum Benny Andersson frá 1978 til 1981. Í 1992 gifti hon seg við týska landslagsarkitektinum Heinrich Ruzzo Prinz Reuss von Plauen, og tí eitur hon síðan prinsessa "Anni-Frid Reuss von Plauen". Maðurin doyði tó í 1999. Í løtuni býr hon í Zermatt í Sveis, saman við bretska vinnulívsmanninum Henry Smith. Ingrid Bergman. (fødd 29. august 1915 í Stokkhólmi, deyð 29. august 1982 í London) var ein svensk sjónleikarinna. Hon er serliga kend fyri sín leiklut sum "Ilsa Lund" í filminum "Casablanca" frá 1942. Bibi Andersson. Berit Elisabeth Andersson (fødd 11. november 1935 í Stokkhólmi, deyð 14. apríl 2019 í Stokkhólmi) var ein svensk sjónleikarinna. Hon er serliga kend fyri sínar leiklutir í filmunum hjá Ingmar Bergman. Georg Friedrich Händel. Georg Friedrich Händel (enskt: George Frideric Handel) (føddur 23. februar 1685 í Halle an der Saale, deyður 14. apríl 1759 í London) var ein týskur, seinni bretskur, tónasmiður. Händel var borin í heim í Halle í Týsklandi, men flutti til Bretlands í oktober 1712. Fimtan ár seinni, í 1727, gjørdist hann bretskur ríkisborgari. Hann skrivaði tónleik til enska hovið, og gjørdi eisini fleiri kend kórverk, m.a. "Messias", sum varð frumframført tann 13. apríl 1742 í Dublin í Írlandi. Eitt av viðgitnastu verkum Händels varð skrivað til kongliga skreyteldin í 1749. Händel var, líkasum Johann Sebastian Bach, ein av teimum mest týðandi tónasmiðunum av barokk-tíðarskeiðinum. Köln. Köln (, kølniskt: "Kölle"; enskt: "Cologne") er stórbýur í vestara parti av Týsklandi. Býurin, sum hevur yvir 1 millión íbúgvar, liggur við Rínánna. Hann er tann størsti býur í stakríkinum Nordrhein-Westfalen og fjórðstørsti býur í Týsklandi. Søga. Býurin varð stovnaður undir navninum "Colonia Claudia Ara Agrippinensium" (stytt "Colonia" ella "CCAA") tann 8. juli 50 av Agrippinu. Hon var rómversk keisarinna, konan hjá Klaudius keisara og hon varð fødd í "Oppidum Ubiorum", sum er gamla navnið á býnum við Rínánna. Köln hevur verið tann størsti býurin í Evropa í fleiri ár gjøgnum miðøldina. Víða gitin er stásiliga dómkirkjan tætt við Rínánna, men nógvar aðrar gamlar kirkjur eru at síggja í Köln. Listi yvir stakríki í Týsklandi. Hetta er ein listi yvir tey 16 stakríkini í Samveldislýðveldinum Týsklandi, soleiðis sum tey eru skipað síðan 3. oktober 1990 tá Vesturtýskland og Eysturtýskland vórðu sameind. Nordrhein-Westfalen. Nordrhein-Westfalen (týskt: "Bundesland Nordrhein-Westfalen", stytt: "NRW") er eitt stakríki í Samveldislýðveldinum Týsklandi. Stakríkið er meiri enn 34.000 km² til støddar og hevði næstan 18 mió íbúgvar við árslok 2017.. Lutstaturin er størsti í Týsklandi eftir fólkatali og tann fjórðstørsti eftir vídd. Høvuðsstaðurin eitur Düsseldorf og størsti býur er Köln. Max Planck. Max Karl Ernst Ludwig Planck (føddur 23. apríl 1858 í Kiel, deyður 4. oktober 1947 í Göttingen), Hann fekk Nobelvirðislønina í alisfrøði í 1918. Paavo Lipponen. Paavo Lipponen (føddur 23. apríl 1941) er ein finskur, sosialdemokratiskur politikari, sum var forsætisráðharri í Finnlandi frá 1995 til 2003. Áki Egilsnes. Áki Egilsnes (føddur 18. juli 1996) er ein føroyskur hondbóltsleikari, ið spælir við íslendska felagnum KA og fyri føroyska hondbóltslandsliðið. Indiana University Bloomington. 333px Indiana University Bloomington (stytt: "IU Bloomington") er eitt stórt alment universitet og granskingardepil í amerikanska býnum Bloomington í stakríkinum Indiana. Lærdi háskúlin, sum er í dag partur av Indiana University skipanini, varð settur á stovn í 1820. Í 2018 hevði universitetið fleiri enn 42.000 lesandi. Bloomington. Bloomington er ein amerikanskur býur, ið liggur um 80 km í ein útsynning úr Indianapolis í syðra parti av stakríkinum Indiana. Býurin hevði meira enn 83.000 íbúgvar í 2017. Bloomington er ein universitetsbýur, har lærdi háskúlin Indiana University Bloomington varð stovnaður í 1820. Í dag hevur háskúlin fleiri enn 42.000 lesandi. Vladivostok. Vladivostok () er ein russiskur býur, ið liggur við japanshav í ásiatiska partinum av landinum, tætt við markið til Kina og Norðurkorea. Býurin, sum varð stovnaður tann 2. juli 1860, er í dag størsti russiski havnarbýur við Kyrrahavið. Vladivostok hevði í 2018 umleið 600.000 íbúgvar. Transsibiriajarnbreytini endar her. Ferðin við tokinum frá Moskva til Vladivostok varir átta dagar. Ulysses S. Grant. Ulysses S. Grant (f. 27. apríl 1822 - d. 23. juli 1885), føddur við navninum Hiram Ulysses Grant í Ohio í USA, var amerikanskur hermaður, politikari og statsleiðari. Hann var hermaður og generalur (síðan 1864) í samveldisherinum hjá norðurstatunum í amerikanska Borgarakrígnum frá 1861 til 1865 og hann virkaði sum 16. forsetin í USA frá 1869 til 1877. Jack Klugman. Jack Klugman (f. 27. apríl 1922 – d. 24. desember 2012) var ein amerikanskur sjónleikari. Hann var kendur millum annað fyri sín leiklut sum "Oscar Madison" í sjónvarpsrøðini "The Odd Couple" (1970-75). Leonard Cohen. Leonard_Cohen Leonard Norman Cohen (føddur 21. september 1934 í Westmount (Montreal), deyður 7. november 2016 í Los Angeles) var ein kanadiskur rithøvundur, skald, sangskrivari og sangari. Larry Hagman. Larry Hagman (f. 21. september 1931 - d. 23. november 2012) var ein amerikanskur sjónleikari. Hann var best kendur fyri sín leiklut sum "J.R. Ewing" í sjónvarpsrøðini "Dallas" (1978-91). Thor Heyerdahl. Thor Heyerdahl (føddur 6. oktober 1914 í Larvik, Noreg - deyður 18. apríl 2002 í Colla Micheri, Italia) var ein norskur royndarfornfrøðingur, rithøvundur og ævintýrari. Kon-Tiki. Thor Heyerdahl er best kendur fyri at prógva, at mannasøgnin um eina ferð á flaka tvørtur um Kyrrahavið hjá einum manni, sum æt Kon Tiki, kundi vera sonn. Søgnin sigur, at Kon-Tiki og hansara fólk sigldu á flakum úr Suðuramerika tvørtur um Kyrrahavið, fleiri túsund kilometrar móti vestri til Polynesia, har tey búsettast á nøkrum oyggjum. Fyri at prógva, at slík vandamikil ferð yvir Kyrrahavið veruliga kundi gerast við einum flaka, gjørdi hann sær flaka av balsaviði, líkan teimum flakum, sum upprunafólkið í Perú nýtti. Flakan kallaði hann Kon-Tiki. Tann 28. apríl í 1947 legði hann út av Perú og setti kósina vestur í hav. Tann 7. august sama ár var hann komin 8000 kilometrar vestur úr Suðuramerika. Tá strandaði hann á Raroia-rivinum og slapp upp á Taumotuoyggjar. Soleiðis hevði hann prógvað, at tað ber til at koma á flakum úr Suðuramerika í Kyrrahavsoyggjarnar. University of Manchester. University of Manchester er ein lærdur háskúli í Manchester í Stóra Bretlandi. Universitetið varð sett á stovn í 2004 við einari samanlegging av "Victoria University of Manchester" (stovnað í 1851) og "University of Manchester Institute of Science and Technology" (ofta stytt til "UMIST", stovnað í 1824). Lærdi háskúlin hevði umleið 40.000 lesandi í 2018. McGill University. McGill University er ein enskttalandi lærdur háskúli í Montreal, í landslutinum Quebec í Kanada. Háskúlin, ið varð settur á stovn í 1821, hevði umleið 40.000 lesandi Í 2018. Michelle Pfeiffer. Michelle Marie Pfeiffer (fødd 29. apríl 1958 í Santa Ana, Kalifornia) er ein amerikonsk sjónleikarinna og framleiðari. Uma Thurman. Uma Karuna Thurman (fødd 29. apríl 1970 í Boston, Massachusetts) er ein amerikonsk sjónleikarinna. Ginger Rogers. Virginia Katherine McMath, betur kend sum Ginger Rogers (fødd 16. juli 1911, deyð 25. apríl 1995) var ein amerikonsk sjónleikarinna, dansarinna og sangarinna. Kirsten Dunst. Kirsten Dunst (fødd 30. apríl 1982 í Point Pleasant, New Jersey) er ein amerikonsk sjónleikarinna. Carl Friedrich Gauss. Carl Friedrich Gauss í 1840 Johann Carl Friedrich Gauss (týskt: "Gauß", føddur 30. apríl 1777 í Braunschweig, deyður 23. februar 1855 í Göttingen), var týskur støddfrøðingur og alisfrøðingur. Thimphu. Thimphu er høvuðsstaðurin í ásiatiska kongsríki Butan. Býurin liggur í vestara parti av landinum, í eini hædd millum 2247 og 2648 metrar yvir havinum. Fólkatalið er umleið 115.000 og so er Thimphu eisini tann størsti býur í landinum. Ríkisstjórnin hevur sæti í Tashichödzong-kleystri, sum liggur í norðara parti av býnum. Judy Collins. Judy Marjorie Collins (fødd 1. mai 1939 í Seattle, Washington) er ein amerikonsk songkvinna, sangskrivari og tónleikari. Hon byrjaði at syngja alment sum 20 ára gomul í 1959. Millum hennara kendastu sangir eru "Both Sides, Now" frá 1967, sum Joni Mitchell hevur skrivað, og so "Send In the Clowns" frá 1975, sum Stephen Sondheim hevur skrivað. Judy Collins hevur verið í uppskoti til Grammy-virðisløn seks ferðir og hevur vunnið eina Grammy-virðisløn í 1969 fyri sangin "Both Sides, Now". Oliver Bierhoff. Oliver Bierhoff (føddur 1. mai 1968 í Karlsruhe) er ein fyrrverandi týskur fótbóltsleikari og landsliðsleikari. Hann spældi sum álopsleikari fyri fleiri feløg, millum annað Hamburger SV, Borussia Mönchengladbach, SV Austria Salzburg, Inter Milan, AC Milan og AS Monaco. Sum landsliðsleikari í tíðarskeiðnum 1996-2002 hevur hann spælt 70 A-landsdystir og skorað 37 mál fyri Týsklandi. Pete Seeger. Pete Seeger (føddur 3. mai 1919 í Manhattan, deyður 27. januar 2014 í New York) var ein amerikanskur tónleikari, sangskrivari og sangari. Hann var ein av undangongumonnunum í tónleikasjangruni folk. Ein av kendastu sangum, sum hann hevur sungið, er "We Shall Overcome". Eisini hevur hann skrivað fleiri kendar sangir, so sum "Where Have All the Flowers Gone?", "If I Had a Hammer" og "Turn! Turn! Turn!". James Brown. James Joe Brown jr. (føddur 3. mai 1933 í Barnwell, South Carolina, deyður 25. desember 2006 í Atlanta, Georgia) var ein amerikanskur dansari, tónleikari, sangskrivari og sangari. Hann var ein av undangongumonnunum innan amerikanskan tónleik í 20. øld í fleiri tónleikasjangrunum, serliga í "rhythm & blues", "soul" og "funk". Matti Nykänen. Matti Ensio Nykänen (føddur 17. juli 1963 í Jyväskylä, Finland, deyður 4. februar 2019 i Joutseno, var ein finskur skíðleypari, ið vann fýra gull-heiðursmerkir og eitt OL-silvur á Vetrar-OL í Sarajevo í 1984 og í Calgary í 1988. Skíðleyparin var valdur til ársins ítróttanavn í Finnlandi tvær ferðir, í 1985 og 1988. Persepolis F.C.. Persepolis Futbol Club, eisini kent sum Persepolis og sum Perspolis er eitt iranskt fótbóltsfelag úr Tehran, Iran. Eftir at felagið varð stovnað í 1963 av einum bólki av sveisiskum. Persepolis FC spælir sínar heimadystir á Azadi vøllinum, sum hevur pláss til nærum 80.000 áskoðarum. Johnny Nash. Johnny Lester Nash jr. (føddur 19. august 1940 í Houston, Texas; deyður 6. oktober 2020 í Houston, Texas) var ein amerikanskur sangari og sangskrivari. Líkasum Bob Marley var Johnny Nash ein av undangongumonnunum í "reggae" sjangruni. Kendastu sangir eru "Hold Me Tight" (1968), "I Can See Clearly Now" (1972), "Stir It Up" (1972) og "Tears on My Pillow" frá 1975. Ludwig Erhard. Ludwig Wilhelm Erhard (føddur 4. februar 1897 í Fürth, deyður 5. mai 1977 í Bonn) var ein týskur búskaparfrøðingur og politikari frá borgarliga flokkinum CDU. Hann hevur verið vinnumálaráðharri frá 1949 til 1963, varasamveldiskanslari frá 1957 til 1963, samveldiskanslari frá 1963 til 1966 og formaður í CDU frá 1966 til 1967. Keldur. Erhard, Ludwig Tammy Wynette. Virginia Wynette Pugh, betur kend sum Tammy Wynette (fødd 5. mai 1942 í Tremont, Mississippi, deyð 6. apríl 1998 í Nashville, Tennessee) var ein amerikonsk songkvinna, sangskrivari og tónleikari. Tammy Wynette telist millum kendastu nøvn innan country-tónleikaheimin. Hon byrjaði sína lívsleið sum sangarinna í 1966. Millum hennara kendastu sangir eru "Apartment No. 9" frá 1966, "Your Good Girl's Gonna Go Bad" (1967), "My Elusive Dreams" (1967), "I Don't Wanna Play House" (1967), "Take Me to Your World" (1968), "D-I-V-O-R-C-E" (1968), "Stand by Your Man" (1968), "We're Gonna Hold On" (1973, saman við George Jones) og so "Til I Can Make It on My Own" frá 1976. Tammy Wynette hevur verið gift fleiri ferðir, millum annað við country-sangaranum George Jones frá 1969 til 1975. Hon hevur verið í uppskoti til Grammy-virðisløn fleiri ferðir og hevur vunnið 2 Grammy-virðislønir í 1967 og 1969 fyri sangirnar "I Don't Wanna Play House" og "Stand by Your Man". Giulio Andreotti. Giulio Andreotti (føddur 14. januar 1919 í Róm, deyður 6. mai 2013 í Róm) var ein italskur politikari ("Democrazia Cristiana", DC). Hann var forsætisráðharri í Italia frá 1972 til 1973 og frá 1976 til 1979, uttanríkisráðharri frá 1983 til 1989, og aftur forsætisráðharri frá 1989 til 1992. Niklas Simonsen. Niklas Simonsen (føddur 4. juli 1996) er ein føroyskur hondbóltsleikari, ið spælir við danska felagnum TM Tønder og fyri føroyska hondbóltslandsliðið. Gary Cooper. Frank James Cooper, betur kendur sum Gary Cooper (føddur 7. mai 1901 í Helena, Montana, deyður 13. mai 1961 í Beverly Hills, Los Angeles, California) Hann er best kendur fyri nógvar stórar leiklutir í filmum úr Hollywood, t.d. "High Noon" frá 1952. Hann hevur verið tilnevndur til Oskar-virðislønina fimm ferðir og vunnið tvær Oskar. Harafturat fekk hann Oskar-heiðursvirðisløn fyri langa filmsvirksemi sítt í apríl 1961. Rókur Akralíð. Rókur Akralíð (føddur 6. februar 1987) er ein føroyskur hondbóltsleikari, ið spælir við danska felagnum HEI Hånbold og fyri føroyska hondbóltslandsliðið. Harry S. Truman. Harry S. Truman (føddur 8. mai 1884, deyður 26. desember 1972) var amerikanskur bóndi, vinnulívsmaður, politikari og statsleiðari. Truman var limur í Demokratiska flokkinum og gjørdist amerikanski varaforsetin í januar 1945. Táverandi forsetin Franklin D. Roosevelt var álvarsliga sjúkur um hetta mundið. Hann doyði bara 3 mánaðir seinni. 12. apríl 1945 varð Harry S. Truman svorin í eið sum 33. forsetin í USA. Hin 12. mars 1947 helt Harry S. Truman røðu í kongressini í USA. Vanliga verður sagt, at Kalda kríggið byrjar við hesi røðu. Henda røða saman við Marshallætlanini um búskaparligu endurreisnina av Evropa gjørdist m.a. grundarlagið undir hernaðarsamgonguni NATO, ið varð stovnað í 1949. Truman virkaði sum forseti frá 1945 til 1953. Eftirmaður varð Dwight D. Eisenhower. Candice Bergen. Candice Patricia Bergen (fødd 9. mai 1946 í Beverly Hills, Kalifornia) er ein amerikonsk sjónleikarinna. Tara Buckman. Tara Buckman (fødd 1. oktober 1956) er amerikanskur sjónleikari. Joan Crawford. Lucille Fay LeSueur, betur kend sum Joan Crawford (fødd 23. mars 1904, deyð 10. mai 1977) var ein amerikonsk sjónleikarinna og dansarinna. Fred Astaire. Frederick Austerlitz, betur kendur sum Fred Astaire (føddur 10. mai 1899 í Omaha, Nebraska, deyður 22. juni 1987 í Los Angeles, Kalifornia) var amerikanskur dansari, sangari og sjónleikari. Hann er best kendur fyri nógvar leiklutir sum dansari í filmum úr Hollywood, m.a. saman við Ginger Rogers. Richard Feynman. Richard Phillips Feynman (føddur 11. mai 1918 í New York, deyður 15. februar 1988 í Los Angeles, Kalifornia), Hann fekk Nobelvirðislønina í alisfrøði í 1965, saman við Julian Schwinger og Sin-Itiro Tomonaga. Burt Bacharach. Burt Freeman Bacharach (føddur 12. mai 1928 í Kansas City, Missouri) er amerikanskur klaverleikari, sangari, sangskrivari og dirigentur. Hann er kendur fyri "easy listening"-tónleik, serliga í 1960-árunum og 1970-árunum. Perry Como. Pierino Ronald Como, betur kendur sum Perry Como (føddur 18. mai 1912 í Canonsburg, Pennsylvania, deyður 12. mai 2001 í Jupiter Inlet Colony, Florida) var amerikanskur sangari og sjónleikari. Naruhito. Naruhito keisar Japan verða byrjaður 1. mai 2019. Max Frisch. Max Rudolf Frisch (føddur 15. mai 1911 í Zürich, deyður 4. apríl 1991 í Zürich) var ein sveisiskur arkitektur og rithøvundur. Stevie Wonder. Stevland Hardaway Morris, betur kendur sum Stevie Wonder (føddur 13. mai 1950 í Saginaw, Michigan) er amerikanskur sangari, sangskrivari og tónleikari. Stevie Wonder er ein tann kendasti av amerikanskum tónleikarum frá seinnu helvt av 20. øld. Mest kendu sangir hjá honum eru "Superstition" (1972), "You Are the Sunshine of My Life" (1972), "Isn't She Lovely" (1976), "Happy Birthday" (1981), "Ebony and Ivory" frá 1982 (saman við Paul McCartney) og so "I Just Called to Say I Love You" frá 1984. Stevie Wonder hevur tilsamans vunnið 25 Grammy-virðislønir. Doris Day. Doris Day (fødd sum "Doris Mary Ann Kappelhoff"  3. apríl 1922 í Cincinnati, Ohio, deyð 13. mai 2019 í Carmel, Kalifornia) var ein amerikonsk sjónleikarinna og sangarinna. Cate Blanchett. Catherine Elise Blanchett, betur kend sum Cate Blanchett (fødd 14. mai 1969 í Ivanhoe, Melbourne) er ein avstralsk sjónleikarinna. Claudio Monteverdi. Claudio Giovanni Antonio Monteverdi (doyptur 15. mai 1567 í Cremona, deyður 29. november 1643 í Venesia) var italskur tónasmiður, strúkari, sangari og prestur. Hann var tann fyrsti, sum av álvara byrjaði at skriva operur. Edward Jenner. Edward Jenner (føddur 17. mai 1749, deyður 26. januar 1823) var ein enskur lækni, sum livdi í Berkeley, Gloucestershire. Hann gjørdist víðagitin fyri uppdagingina av koppsetingini seint í 18. øld. Maria Stuart. Maria Stuart (á enskum Mary, Queen of Scots; fødd sum "Mary Stewart" tann 8. desember 1542 í Linlithgow Palace, deyð 8. februar 1587 í Fotheringhay Castle, Northamptonshire) var drotning í Skotlandi frá 14. desember 1542 til 24. juli 1567. Hon var dóttir Jákup V av Skotlandi (1512-1542) og Mariu av Guise (1515-1560). Harafturat var hon langabbadóttir Henrik VII av Onglandi. Maria Stuart var uppald í katólskari trúgv. Tá faðirin knappliga doyði, gjørdist Maria skotadrotning bert nakrar fáar dagar eftir at hon varð fødd. Hjúnabond. Fyrsti maður var franski trónarvingin sum æt Frans. Tey giftust tann 24. apríl 1558. Hesin trónarvingin gjørdist franskur kongur undir navninum Frans II tann 10. juli 1559; hann doyði tó árið eftir. Konan hevur sostatt verið drotning av Frankaríki frá 1559 til 1560. Maria Stuart vendi aftur til Skotlands. Lord Darnley og Maria Stuart Í 1565 gifti hon seg í Holyroodhouse við Henry Stuart, betur kendur sum Lord Darnley. Árið eftir átti hon Jákup, fyrsta barnið hjá Darnley og henni, í juni 1566. James Hepburn, 4th Earl of Bothwell Í februar 1567 hendi ein ógvuslig spreinging í "Kirk o’Field"-kleystrinum, sum tá var fyribils bústaðurin hjá Darnley í Edinburgh. Darnley varð seinni funnin deyður. Hann lá í urtagarðinum, nakin og uttan nakrar sjónligar skaðar á kroppinum. James Hepburn, 4th Earl of Bothwell var mistonkt fyri at hava dripið Darnley, men hann varð fríkendur frá øllum ákærum tann 12. apríl. Nakrar vikur seinni, tann 15. mai 1567, giftust Maria og Bothwell í Edinburgh. Mong fólk í Skotlandi vóru tó illgrunasom og ónøgd. Umleið tveir mánaðir seinni, tann 24. juli 1567, varð Maria tvungin til at leggja frá sær sum drotning. Tíðliga í mai 1568 valdi hon at flýggja til Onglands, men Elisabet drotning var eisini illgrunasom, tí Maria noktaði at viðurkenna Edinburgh-sáttmálan. Tann 19. mai gav enska drotningin boð um at handtaka hana. Húsavarðhald og deyði. Í næstan 20 ár, frá 1568 til 1587, varð Maria Stuart sett í húsavarðhald í ymiskum støðum í Onglandi. Umsíðir varð hon dømd sek í svikagerð í sambandi við Babington-samansvørjingini. Hon varð tikin av døgum við hálshøgging tann 8. februar 1587. Ættin. Jákup Stuart, barnið hjá Darnley og henni, gjørdist tó seinni kongur í Skotlandi sum Jákup VI (1567-1625) og kongur í Onglandi og Írlandi sum Jákup I (1603-1625). Cincinnati. Cincinnati er amerikanskur stórbýur í stakríkinum Ohio. Býurin varð stovnaður í 1788. Í 2017 hevði Cincinnati næstan 300.000 íbúgvar og harvið er hann triðstørsti býur í Ohio, næst eftir Columbus og Cleveland. Cincinnati liggur í útsynningshorninum av stakríkinum, framvið norðara áarbakka av Ohioánni. Hinumegin rennur Lickingá út í Ohioánna. Markið millum stakríkini Ohio í norðri og Kentucky í suðri gongur her eftir Ohioánni. Donna Summer. LaDonna Adrian Gaines, betur kend sum Donna Summer var ein amerikonsk songkvinna, sangskrivari og sjónleikari. Donna Summer byrjaði sína lívsleið sum sangarinna í 1967, men serliga virkin og kend í tónleikaheiminum var hon frá miðskeiðis í 1970-árunum fram til miðskeiðis í 1980-árunum. Millum kendastu sangirnar hjá Donnu Summer eru "Love to Love You Baby" frá 1975 og "I Feel Love" frá 1977. Hon hevur vunnið m.a. 5 Grammy-virðislønir. Donna Summer hevur verið gift tvær ferðir, fyrst við eysturríkska sjónleikaranum Helmuth Sommer frá 1973 til 1976 og síðan við amerikanska sangaranum Bruce Sudano frá 1980 til hon doyði í 2012. Birgit Nilsson. Birgit Nilsson í Stokkhólmi í 1960. Martha Birgit Nilsson, betur kend sum Birgit Nilsson (fødd 17. mai 1918 í Västra Karup, Båstads k., deyð 25. desember 2005 á sama staði) Yrkisleið hjá henni sum sangarinna byrjaði í 1946 og vardi til 1982. Hon var ein av hinum týdningarmestu Wagner-sangarinnum og sang í teimum stóru operuhúsunum kring heimin. Gunnar Gunnarsson. Gunnar Gunnarsson (føddur 18. mai 1889 á Valþjófsstað í Fljótsdali, deyður 21. november 1975 í Reykjavík) var islendskur rithøvundur, sum skrivaði í høvuðsheitum á donskum. Hann flutti til Danmarkar í 1907, men vendi aftur til Íslands í 1939. har hann búsettist á Skriðuklaustri og bygdi hús. Í 1948 flutti hann til Reykjavík og byrjaði við at umseta ein stóran part av sínum bókum úr donskum til íslendskt. Gunnar Gunnarsson verður mettur at vera ein av teimum týdningarmiklu rithøvundunum í Íslandi í 20. øld. Bertrand Russell. Bertrand Arthur William Russell (føddur 18. mai 1872 í Ravenscroft, Trelleck, Monmouthshire, deyður 2. februar 1970 í Penrhyndeudraeth, Gwynedd), var walisiskur støddfrøðingur, heimspekingur og logikari. Hann fekk Nobelvirðislønina í bókmentum í 1950. Gwynedd. Gwynedd á korti yvir Wales. Gwynedd (walisiskt: "Gwynedd") er ein landslutur (county) í útnyrðingshorninum av Wales. Fyrisitingarliga økið varð stovnað í 1974. Navnið av økinum kemur frá tí søguliga landslutinum við sama navni. Høvuðssætið við skrivstovunum hjá "Gwynedd Council" er í Caernarfon. Meginparturin av fólkinum í Gwynedd er av keltiskum uppruna, og tí tosa tey walisiskt, eitt keltiskt mál, ið er nær skylt við bretonskt. Í 2011 dugdu tveir triðingar av fólkinum í Gwynedd at tosa walisiskt. Størstu býir í Gwynedd eru Bangor, Caernarfon, Llanddeiniolen, Ffestiniog, Bethesda, Porthmadog og Llanllyfni. Hægsta fjallið í Wales liggur í Gwynedd. Tað eitur Snowdon (walisiskt: "Yr Wyddfa") og er 1.085 metrar høgt. Fjallið liggur í tjóðargarðinum "Snowdonia National Park" (walisiskt: "Parc Cenedlaethol Eryri"). Mount St. Helens. Gosfjallið áðrenn spreingingina í 1980 Mount St. Helens er eitt serstakliga virkið gosfjall á útnyrðingsstrondini í Norðuramerika. Gosfjallið, ið er 2.549 metrar høgt, liggur í amerikanska lutstatinum Washington, miðskeiðis millum býirnar Seattle og Portland. Tann 18. mai 1980 hendi eina ógvusliga spreinging og toppurin av fjallinum sprongdist í luftina. Spreingingin var serstakliga hørð og elvdi til nógvan skaða. 57 fólk lótu lív. Clara Schumann. Clara Schumann (fødd sum "Clara Josephine Wieck" 13. september 1819 í Leipzig, deyð 20. mai 1896 í Frankfurt a.M.) var týsk tónleikakvinna, ið gjørdist víðagitin klaverleikari og tónaskald í romantiska tíðarskeiðnum. Hon fekk klaverundirvísing frá faðir sínum, Friedrich Wieck, sum eisini var lærari hjá Robert Schumann. Clara Wieck giftist við Robert Schumann í 1840, hóast faðirin hjá Clara als ikki vildi geva loyvi til teirra brúdleyp. Juvénal Habyarimana. Juvénal Habyarimana (føddur 8. mars 1937, deyður 6. apríl 1994) var heryvirmaður og forseti í Rwanda. Forsetin var upprunaliga generalmajorur í herinum, men hann hevði gjørt kvett í 1973 og síðan stýrdi hann landinum sum einaræðisharri. Habyarimana varð myrður tann 6. apríl í 1994. Flogfarið við táverandi forsetanum varð skotið niður av tveimum rakettum, júst sum tað skuldi lenda í Kigali. Deyði forsetans var startskotið til fólkadrápið í Rwanda, ið byrjaði dagin eftir. Í umleið 100 dagar vórðu meira enn 800.000 fólk dripin. Niki Lauda. Andreas Nikolaus Lauda, betur kendur sum Niki Lauda (føddur 22. februar 1949 í Wien, deyður 20. mai 2019 í Zürich) Lauda gjørdist heimsmeistari í F1 tríggjar ferðir, í 1975, 1977 og 1984. Hann varð illa løstaður í einari vanlukku á Nürburgringinum í Týsklandi tann 1. august 1976, har hann fekk álvarslig brunasár yvir kropp og andlit. Zürich. Zürich (enskt: "Zurich") er størsti býur í Sveis. Býurin liggur í norðara parti av landinum, fram við ánni Limmat, á norðara enda av vatninum Zürichsee. Fólkatalið var umleið 415.000 í 2018. Zürich hoyrir til týskttalandi landslutin í Sveis og er universitetsbýur við tveimum universitetum, ETH Zürich og Universität Zürich. Bonn. Bonn er stórbýur í vestara parti av Týsklandi. Býurin, sum liggur við Rínánna, hevur yvir 325.000 íbúgvar. Bonn er tann 9. størsti býur í stakríkinum Nordrhein-Westfalen og tann 19. størsti býur í Týsklandi. Søga. Gravsteinurin hjá einum rómverskum hermanni. Býurin varð stovnaður undir navninum "Bonna" fyri 2000 árum síðan. "Castra Bonnensis" var latínska heitið á býnum við Rínánna í Rómverska rikinum. Víkingar vitjaðu Bonn tvær ferðir. Býurin varð oyðilagdur í 882 og 883. Í miðøldini gjørdist Bonn høvuðssætið hjá Kurfúrstadøminum Köln í tí Týsk-rómverska ríkinum. Hetta tíðarskeið endaði tó, tá ið fraklendingar hersettu býin í 1794. Eftir at franski keisarin, Napoleon, hevði lagt vápnini í 1815, gjørdist Bonn partur av Prusslandi. Stjórnin setti á stovn lærda háskúlan "Rheinische Friedrich-Wilhelms-Universität" í 1818, sum er uppkallaður eftir táverandi proysiska konginum. Eftir Seinna heimsbardaga varð Samveldislýðveldið Týskland stovnað í mai 1949 og Bonn gjørdist fyribils høvuðsstaður í Vesturtýsklandi tann 29. november 1949. Tá Vesturtýskland og Eysturtýskland vórðu sameind tann 3. oktober 1990, gjørdist tó Berlin uppaftur týski høvuðsstaðurin. Í juni 1991 atkvøddi tingið, at sæti hjá týsku stjórnini eisini skuldi flytast til Berlin, og so fekk Bonn heitið "Bundesstadt". Anneliese Rothenberger. Anneliese Rothenberger (fødd 19. juni 1924 í Mannheim, deyð 24. mai 2010 í Münsterlingen, Thurgau, Sveis) var týsk operasangarinna, ið var væl kend í altjóða operaheiminum fyri at syngja lýriskan sopran. Duke Ellington. Edward Kennedy Ellington, betur kendur sum Duke Ellington var amerikanskur klaverleikari og tónasmiður, serliga kendur sum jazz- og swing-tónleikari. Roger Moore. Sir Roger George Moore, betur kendur sum Roger Moore Hann hevur havt ymiskar leiklutir í nógvum filmum, men serliga kendur er hann fyri at spæla leiklutin sum "James Bond" frá 1973 til 1985. Lena Meyer-Landrut. Lena í Oslo í 2010. Lena Meyer-Landrut (fødd 23. mai 1991 í Hannover) er týsk songkvinna. Hon umboðaði Týskland við sanginum "Satellite" á Eurovision Song Contest 2010, har hon vann finaluna í Oslo og har við alla kappingina. Clint Eastwood. Clinton Eastwood Jr. (føddur 31. mai 1930 í San Francisco í Kalifornia) er amerikanskur sjónleikari, leikstjóri og framleiðari av tónleiki. Eastwood byrjaði sína yrkisleið sum sjónleikari í 1955 og síðan hevur hann spælt við í tilsamans 91 filmum. Harafturat hevur hann verið filmsleikstjóri í 40 filmum, síðan hann leikstjórnaði fyrsta film sín í 1971. Hann hevur vunnið eina ørgrynni av virðislønum, m.a. 5 Oscar. Carl von Linné. Carl Linnæus (latínskt: "Carolus Linnæus"), síðan 1762 Carl von Linné var svenskur plantufrøðingur, lækni og djórafrøðingur. Navnið. Carl Nilsson Linnæus var sonur sóknarprestin Nils Ingemarsson Linnæus (1674-1748) og Christinu Brodersonia (1688-1733). Eftir at Carl Linnæus varð gjørdur aðalsmaður í 1761 og svenski ríkisdagurin hevði samtykt árið eftir, fekk hann tað nýggja navnið "Carl von Linné". Omaha. Omaha er ein amerikanskur býur, ið liggur í eystara parti av stakríkinum Nebraska, tætt við markið til Iowa. Omaha er størsti býur í Nebraska og býurin hevði í 2018 meiri enn 468.000 íbúgvar. Áin Missouri rennur tætt framvið býinum. Pittsburgh. Pittsburgh er ein amerikanskur býur, ið liggur í útsynningshorni av stakríkinum Pennsylvania, nærhendis markinum við Ohio. Pittsburgh er næststørsti býur í Pennsylvania, og hevði í 2018 umleið 301.000 íbúgvar. Býurin varð í 1758 uppkallaður eftir William Pitt, ið var bretskur forsætisráðharri. Pittsburgh liggur við staðið har tvær stórar áir møtast, áin Allegheny og áin Monongahela. Hetta er byrjanin til Ohioánna. Anatoliy Solovianenko. Anatoliy Solovianenko (25. september 1932 - 29. juli 1999) var tenorsangari. Jefferson City. Jefferson City (upprunaliga "City of Jefferson", stytt: Jeff) er høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Missouri. Býurin, sum liggur mitt í Missouri, var 15. størsti býur í stakríkinum í 2010 og hevði umleið 42.800 íbugvar í 2018. Áin Missouri rennur tætt framvið býinum. Jefferson City er uppkallaður eftir Thomas Jefferson, sum var triði forsetin í USA. Erievatn. Erievatn (enskt: "Lake Erie") er eitt stórt vatn í eystara parti av Norðuramerika. Vatnið er fjórðstørsta av Stóruvøtnum ("Great Lakes"). Erievatn er uppkallað eftir upprunafólkinum erie, sum búði í 17. øld á sunnaru síðu av vatni. Landafrøði. Vatnið liggur á markinum ímillum Kanada (Ontario) og USA (Michigan, Ohio, Pennsylvania, New York). Vatnið er 25.667 ferkilometrar til víddar (388 km til longdar og 92 km til breiddar). Dýpið av vatninum er í miðal um 19 metrar, og har tað er djúpast, 64 metrar. Vestanfyri rennur Detroitá út í Erievatnið. Frárenslið er Niagaraá í landnyrðingsendanum á vatni, beint á markinum millum USA og Kanada. Niagaraá rennur út í Ontariovatnið. Í ánni, sum er bert 56 km til longdar, eru hinir viðgitnu Niagarafossar ("Niagara Falls" á enskum). Grav. Tá fransmenn arbeiddu við at gera metrisku eindarskipanina umleið 1790, arbeiddu teir við ein vekteind, nevnd grav (grave), symbolið er gv, sum varð definerað sum massin (ella vektin, sum teir brúktu tá) av einum litri av reinum vatni. (Søguligu keldurnar á ensku og fronsku wikipedia eru ikki samdar um, hvønn temperatur vatnið skuldi hava). Eindin grav varð definerað í 1793, men longu í 1795 varð nýggj eind definerað, nevniliga 1 g =  gv. Og í 1799 varð 1 g umdefinerað sum massin av 1 ml av reinum vatni við 4 °C (tá vatnið hevur størstan densitet). 1 gv er altso tað sama sum 1 kg. Boulder. Boulder er ein býur í amerikanska stakríkinum Colorado. Hann hevði meiri enn 107.000 íbúgvar í 2018. Býurin liggur við fótin av Klettafjøllum, umleið 40 kilometrar í ein útnyrðing av Denver, ið er høvuðsstaðurin í Colorado. Boulder er universitetsbýur. Lærdi háskúlin "University of Colorado Boulder" varð stovnaður í 1876 og er í dag tað størsta universitetið í Colorado. Her eru umleið 17.000 lesandi. Colorado Springs. Colorado Springs er ein stórbýur í amerikanska stakríkinum Colorado. Býurin varð settur á stovn í 1871 og hevði í 2018 meiri enn 472.000 íbúgvar. Harvið er hann næststørsti býur í stakríkinum, næst eftir Denver, ið er høvuðsstaðurin í Colorado. Colorado Springs liggur næstan 100 kilometrar sunnanfyri Denver, millum Suðurklettafjøll í vestri og Stóru Grasfløturnar í eystri. Áin "Fountain Creek" rennur ígjøgnum býin. Væl kendi fjallatindur "Pikes Peak", ið er 4.302 metrar høgur, tekur seg upp tætt við býin. Bisjkek. Bisjkek (kirgisiskt: Бишкек; frá 1925 til 1991 "Frunze") er høvuðsstaður í miðásiatiska landinum Kirgisia. Býurin varð stovnaður í 19. øld og hevði umleið 1.012.500 íbúgvar í 2019. Birmingham (Alabama). Birmingham er stórbýur í amerikanska stakríkinum Alabama. Birmingham liggur mitt í norðara parti av Alabama, um leið 150 kilometrar norðan fyri Montgomery, ið er høvuðsstaður í stakríkinum. Býurin hevði í 2018 næstan 210.000 íbúgvar. Við forstøðum telur Birmingham tó meiri enn 1.150.000 íbúgvar og er hann í dag størsti býur í Alabama. Søga. Meðan Martin Luther King sat í fongsli í Birmingham í apríl 1963, skrivaði hann tað kenda opna brævið úr fongslinum ("Letter from Birmingham Jail"). Montgomery. Montgomery er høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Alabama. Býurin liggur umleið 235 kilometrar í ein útsynning av Atlanta. Montgomery varð grundlagdur í 1819. Í dag er býurin næststørsti býur í Alabama, næst eftir Birmingham. Montgomery hevði í 2018 meiri enn 198.000 íbúgvar og við forstøðum telur hann enntá umleið 374.000 fólk. Søga. Tann 1. desember 1955 varð Rosa Parks handtikin í Montgomery, tí hon hevði noktað at geva sítt sitipláss í bussinum til hvít ferðafólk. Hendingin førdi til boykott hjá afroamerikanarum móti bussunum í býnum. Hetta er samstundis ein týðandi hending í søguni hjá borgararættindarørsluni í USA. Tenzing Norgay. Tenzing Norgay (føddur 29. mai 1914 í Kharta-Dalen, Nepal, deyður 9. mai 1986 í Darjeeling, India) var ein fjallaklintrari av sjerpa-fólkinum í Nepal. Tann 29. mai 1953 gjørdist Tenzing Norgay saman við Edmund Hillary fyrstu fjallamenn at røkka toppin av Mount Everest. Casper. Casper er ein býur í amerikanska stakríkinum Wyoming. Býurin, ið varð stovnaður í 19. øld, hevði meiri enn 57.400 íbúgvar í 2018. Harvið er hann næststørsti býur í stakríkinum, næst eftir Cheyenne, ið er høvuðsstaðurin í Wyoming. Casper liggur nærhendis fjallinum Casper Mountain, ið er 2.478 m høgt. Áin North Platte River rennur ígjøgnum býin. Bill de Blasio. Bill de Blasio í 2013. Bill de Blasio (føddur sum "Warren Wilhelm Jr." 8. mai 1961 í Manhattan) er amerikanskur politikari og núverandi borgarstjóri í New York. Bill de Blasio er limur í Demokratiska flokkinum. Tann 1. januar 2014 tók hann við sum 109. borgarstjóri í New York. Undanmaður var Michael Bloomberg. Walt Whitman. Walt Whitman (føddur 31. mai 1819 í West Hills, á oynni Long Island í stakríkinum New York, deyður 26. mars 1892 í Camden, New Jersey) var amerikanskur yrkjari, rithøvundur og blaðmaður. Kendasta verkið hjá honum er "Leaves of Grass". Elisabeth II drotning. Elisabeth II (fødd sum "Elizabeth Alexandra Mary Windsor" 21. apríl 1926 í Mayfair, London) er drotning av tí Sameinda Kongaríki Stórabretland og Írland og 15 øðrum londum ("Commonwealth Realms"), herundir Kanada, Avstralia og Nýsæland. Hon er drotning síðan 6. februar 1952, tann dagin, tá faðir hennara, bretski kongurin George VI, doyði. Regeringstíð hjá Elisabeth II er longri enn hjá nøkrum øðrum bretskum monarki, og hon er eisini tann higartil longststýrandi kvinnuligi monarkurin í søguni. Twentynine Palms. Twentynine Palms, stytt 29 Palms, er ein býur í Suðurkalifornia í USA. Býurin liggur í "San Bernardino County" í Mojave-oyðimørkini, nærhendis tjóðgarðinum Joshua-Tree-Nationalpark. 29 Palms varð grundlagdur í 1852. Í dag búgva her umleið 26.400 fólk. Meridian (Mississippi). Meridian er sjeyndstørsti býur í amerikanska stakríkinum Mississippi. Í býnum búgva næstan 37 túsund fólk (2019). Søga. Býurin varð grundlagdur í 1860 á einum stað har tvær jarnbreytir møttust. Burlington. Burlington er størsti býur í amerikanska stakríkinum Vermont. Býurin, sum var grundlagdur í 1785, hevði í 2010 umleið 42.400 íbugvar. Burlington liggur við vatnið Lake Champlain og áin Winooski rennur eisini framvið býinum. Býurin er høvuðssætið hjá "University of Vermont". Tulsa. Tulsa er ein býur í amerikanska stakríkinum Oklahoma. Tulsa hevði í 2018 umleið 400 túsund íbúgvar og harvið er hann næststørsti býur í stakríkinum, næst eftir høvuðsstaðinum Oklahoma City. Áin Arkansas rennur ígjøgnum býin. Robert F. Kennedy. Robert Francis "Bobby" Kennedy, stytt RFK (føddur 20. november 1925 í Boston, Massachusetts, deyður 6. juni 1968 í Los Angeles), var amerikanskur løgfrøðingur, politikari, løgmálaráðharri, senatorur og forsetavalevni. Robert F. Kennedy var av gitnu írsku-amerikansku Kennedy-ættini. Eldri bróðir sín, John F. Kennedy, virkaði sum 35. forseti í USA frá 1961 til deyða sín í 1963. Robert F. Kennedy var limur í Demokratiska flokkinum og gjørdist amerikanskt forsetavalevni í mars 1968. Hann varð skotin í Los Angeles tann 5. juni 1968 og hann andaðist 26 tímar seinni. Thomas Mann. Paul Thomas Mann (føddur 6. juni 1875 í Lübeck, deyður 12. august 1955 í Zürich) Eitt tað kendasta verkið hjá honum er skaldsøgan "Buddenbrooks" frá 1901. Thomas Mann fekk Nobelvirðislønina í bókmentum í 1929. Fólkatingsvalið 2019. Fólkatingsvalið 2019 var hildið mikudagin 5. juni 2019, nærum 4 ár eftir fólkatingsvalið, ið varð hildið 18. juni 2015. Í alt skuldu 179 fólkatingslimir veljast, av teimum vórðu 175 valdir í Danmark, tvey umboð úr Føroyum og tvey umboð úr Grønlandi. Úrslitið. Sitandi stjórnin, blái vongur, misti meirilutan í Fólkatinginum. Reyði vongur fær 91 sessir, meðan blái vongur fær 79, tá sessirnir hjá Nye Borgerlig verða taldir við. Hetta er uttan fólkatingsumboðini úr Føroyum og Grønlandi. Av teimum eru trý reyð og eitt blátt. Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum vunnu føroysku sessirnar í Fólkatinginum. Mette Frederiksen. Mette Frederiksen (fødd 19. november 1977 í Aalborg) er danskur politikari. Hon hevur verið limur í Fólkatinginum síðan november 2001. Í 2015 gjørdist hon forkvinna í danska Javnaðarflokkinum. Mette Frederiksen gjørdist forsætisráðharrin í Danmark í juni 2019. Fólkatingsvalið 2015. Eftir Fólkatingsvalinum í juni 2015 hevði Helle Thorning-Schmidt, táverandi forkvinna í Javnaðarflokkinum, lagt frá sær. Mette gjørdist fyribils leiðari og hon varð vald til forkvinnu í Javnaðarflokkinum tann 28. juni 2015. Forsætisráðharri í Danmark. Tríggjar vikur eftir Fólkatingsvalið 2019 varð boðað frá, at Mette Frederiksen skuldi vera komandi forsætisráðharri. Sosialdemokratiið, SF, Eindarlistin og Radikali flokkurin vóru samd um at gera hon til forsætisráðharra. Bad Cat. "Bad Cat" er ein turkiskir animatiónsfilmur frá 2016 framleiddur av Anima Istanbul og frumsýndur hin 5. februar 2016 í Turkaland. Hann er grundaður á teknirøðina hjá Bülent Üstün "Kötü Kedi Şerafettin" frá 1996. Lexington (Kentucky). Lexington (alment: "Lexington-Fayette Urban County") er næststørsti býur í amerikanska stakríkinum Kentucky. Býurin varð grundlagdur í 1775 og í 2019 búðu har umleið 323 túsund fólk. Frankfort (Kentucky). Frankfort er høvuðsstaðurin í amerikanska stakríkinum Kentucky. Býurin, ið liggur í norðara parti av stakríkinum, hevði umleið 27.680 íbúgvar í 2018. Lexington (Massachusetts). Lexington er ein amerikanskur býur, ið liggur í eystara parti av stakríkinum Massachusetts. Býurin liggur í "Middlesex County", umleið 18 km í ein útnyrðing av Boston. Lexington hevði 33.339 íbúgvar í 2017. Áin "Vine Brook" rennur ígjøgnum býin. Søga. Tann 19. apríl 1775 byrjaði við orrustuni í Lexington kringsetingin av Boston og hervið Amerikanska Frælsiskríggið. Morten Østergaard. Morten Østergaard Kristensen (føddur 17. juni 1976 í Aarhus) er danskur politikari og politiskur leiðari av Radikale Venstre. Morten Østergaard varð fyrstu ferð valdur í Fólkatingið í 2005. Eftir at Margrethe Vestager, táverandi forkvinnan í flokkinum, boðaði frá tann 31. august 2014, at hon fór at gerast limur í ES-kommissiónini í Brússel, tók hann við formanssessinum í flokkinum. Hann hevur verið útbúgvingar- og granskingarráðharri (oktober 2011 - februar 2014), skattamálaráðharri (februar 2014 - september 2014), og vinnulívs- og innanríkismálaráðharri (september 2014 - juni 2015). Janick gers. Janick Gers (føddur 27. januar 1957 í Hartlepool, Ongland) er ein enskur sangskrivari, guitaristur og tónleikari. Hann byrjaði sína sum guitari í White Spirit, frá 1975 til 1981. Hann er best kendur frá tíðini sum guitari í Iron Maiden frá 1990 til idag. Eirikur Simonsen. Eirikur Simonsen (føddur 23. mai 1994) er ein føroyskur hondbóltsleikari, ið spælir við norska felagnum Frederikshavn og fyri føroyska hondbóltslandsliðið. Hartford. Hartford er høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Connecticut. Høvuðsstaðurin liggur næstan mitt í stakríkinum og samstundis miðskeiðis millum býirnar New York (í ein útsynning) og Boston (í ein landnyðing). Hartford hevði í 2018 meiri enn 122.500 íbúgvar. Býurin varð grundlagdur undir navninum "Newtown" í 1635-1636; men longu árið eftir, í 1637, fekk býurin nýtt navn og varð hann uppkallaður eftir Hertford í Hertfordshire í Onglandi. Áin "Connecticut River" rennur tætt framvið býnum. Adrian Smith. Adrian Smith (føddur 27. februar 1957 í Hackney, Ongland) er ein enskur sangskrivari, guitaristur og tónleikari. Hann byrjaði sína sum guitari í Urchin, frá 1973 til 1980. Hann er best kendur frá tíðini sum guitari í Iron Maiden frá 1980 til 1990, og frá 1999 til idag. Iron Maiden Tónleikaútgávur. Studiealbum. Øll album frá "Iron Maiden" og til "Fear of the Dark" eru blivin remastraði og útgivin av nýggjum saman við fjølmiðlatilfari (multimediamateriale) í 1998. Livealbum. ¹ "Live After Death" varð endurútgivið í 1998. Nýggja útgávan hevði eina eyka fløgu (CD) við fimm sangum. Hesir sangir vóru við á vinylútgávuni frá 1985, men ikki á tí upprunaligu CD-versjónini. ² "A Real Live One" og "A Real Dead One" vórðu sligin saman og útgivin sum "A Real Live Dead One" í 1998. ³ "Live at Donington '92" varð útgivið av nýggjum í 1998, eftirsum at uppruna útgávan bert varð útgivin í 5000 eintøkum. Janick Gers. Janick Gers (føddur 27. januar 1957 í Hartlepool, Ongland) er ein enskur sangskrivari, guitaristur og tónleikari. Hann byrjaði sína sum guitari í White Spirit, frá 1975 til 1981. Hann er best kendur frá tíðini sum guitari í Iron Maiden frá 1990 til idag. Dave Murray. Dave Murray (føddur 23. desember 1956 í Middlesex, Ongland) er ein enskur sangskrivari, guitaristur og tónleikari. HHann er best kendur frá tíðini sum guitari í Iron Maiden frá 1976 til idag. Portland (Maine). Portland er størsti býur í amerikanska stakríkinum Maine, Havnarbýurin liggur á amerikansku eysturstrondini, í útsynningspartinum av Maine. Høvuðssæti hjá "Cumberland County" er her í býnum. Portland varð grundlagdur í 1623 og hevði umleið 66.400 íbúgvar í 2018. Bruce Dickinson. Bruce Dickinson (føddur 7 august 1958 í Worksop, Ongland) er ein enskur sangskrivari og singer. Hann er best kendur frá tíðini í Iron Maiden frá 1981 til 1993, og frá 1999 til idag. Nicko McBrain. Nicko McBrain (føddur 5. juni 1952 í Hackney, Ongland) er ein enskur tónleikari. Hann er best kendur frá tíðini sum trummur í Iron Maiden frá 1982 til idag. Clive Burr. Clive Burr (8. mars 1957 – 12. mars 2013) var ein enskur tónleikari. Hann er best kendur frá tíðini sum trummur í Iron Maiden frá 1979 til 1982. Doug Sampson. Doug Sampson (føddur 30. juni 1957) er ein enskur tónleikari. Hann er best kendur frá tíðini sum trummusláari í Iron Maiden frá 1978 til 1979. Dennis Stratton. Dennis Stratton (føddur 9 Oktober 1952 í Canning Town, Ongland) er ein enskur sangskrivari, guitaristur og tónleikari. Hann er best kendur frá tíðini sum guitari í Iron Maiden frá 1979 til 1980. Augusta (Maine). 400px Augusta er høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Maine. Høvuðsstaðurin er lítil; hann hevði bara umleið 18.680 íbúgvar í 2018. Býurin liggur í útsynningspartinum av stakríkinum, miðskeiðis millum býirnar Portland, (sum liggur í ein útsynning av Augusta) og Bangor (liggur í ein landnyðing av høvuðsstaðinum). Augusta er eisini høvuðssætið hjá Kennebec County. Áin Kennebec rennur ígjøgnum býin. Bangor (Maine). Bangor er ein býur í amerikanska stakríkinum Maine. Hann er triðstørsti býur í Maine næst eftir Portland og Lewiston. Høvuðssætið hjá "Penobscot County" er har í býnum. Bangor varð grundlagdur í 18. øld og hevði í 2018 umleið 32.000 íbúgvar. Áin Penobscot rennur ígjøgnum Bangor. Book of Souls. Book of Souls er tann 16. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan The Final Frontier frá 2010, og harvið er tað tann longsta tíðin ímillum tvær Iron Maiden studio plátur. A Matter of Life and Death (album). A Matter of Life and Death er tann 14. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan Dance of Death frá 2003. Dance of Death (album). Dance of Death er tann 13. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan Brave New World frá 2000. Brave New World (Iron Maiden album). Brave New World er tann 12. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan Virtual XI frá 1998. Virtual XI. Virtual XI er tann 11. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan The X Factor frá 1995. The X Factor (album). The X Factor er tann 10. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan Fear of the Dark frá 1992. Fear of the Dark (Iron Maiden album). Fear of the Dark er tann 9. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan No Prayer for the Dying frá 1990. No Prayer for the Dying. No Prayer for the Dying er tann 9. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan Seventh Son of a Seventh Son frá 1988. Seventh Son of a Seventh Son. Seventh Son of a Seventh Son er tann 8. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan Somewhere in Time frá 1988. Somewhere in Time (Iron Maiden album). Somewhere in Time er tann 7. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan Powerslave frá 1984. Powerslave. Powerslve er tann 5. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan Piece of Mind frá 1983. Piece of Mind. Piece of Mind er tann 4. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan Number of the Beast frá 1982. Number of the Beast. Number of the Beast er tann 3. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan Killers frá 1981. The Number of the Beast (album). Number of the Beast er tann 3. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan Killers frá 1981. Killers (Iron Maiden album). Killers er tann 2. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan Iron Maiden frá 1980. Iron Maiden (album). Iron Maiden er tann 1. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Rob Halford. Rob Halford (føddur 25. august 1951 í Worksop, Ongland) er ein enskur sangskrivari og singer. Hann er best kendur frá tíðini í Judas Priest frá 1973 til 1992, og frá 2003 til idag. Tim Owens. Tim Owens (føddur 13. september 1967 í Akron, Ohio, Amerika) er ein sangskrivari og singer. Hann er best kendur frá tíðini í Judas Priest frá 1993 til 2003. Al Atkins. Al Aktins (føddur 14. oktober 1947 í West Bromwich, Ongland) er ein sangskrivari og singer. Hann er best kendur frá tíðini í Judas Priest frá 1969 til 1970. Concord (Massachusetts). Concord er ein amerikanskur býur, ið liggur í eystara parti av stakríkinum Massachusetts. Býurin er staddur í "Middlesex County", 40 km í ein útnyrðing av Boston. Concord hevði í 2018 umleið 19.211 íbúgvar. Tætt við miðbýin renna áirnar "Sudbury" og "Assabet" saman í eitt. Har byrjar "Concord"-áin. Søga. Concord varð grundlagdur av bretskum niðursetumonnum í 1635. Frælsistríð. Tann 19. apríl 1775 byrjaði við orrustuni í Lexington og Concord kringsetingin av Boston og samstundis byrjaði hervið Amerikanska Frælsiskríggið. Bókmentir. Býurin Concord hevur sera stóran týdning fyri amerikanskar bókmentir. Kendir rithøvundar sum Ralph Waldo Emerson (1803-1882), Henry David Thoreau (1817-1862), Nathaniel Hawthorne (1804 -1864) og Louisa May Alcott (1832-1888) búðu eitt tíðarskeið í býnum. Aberdeen. Aberdeen (enskt: "Aberdeen City", skotskt: "Aiberdeen", skotskt gæliskt: "Obar Dheathain") er stórbýur á miðjari eysturstrondini í Skotlandi. Aberdeen City er triðstørsti býur í Skotlandi, næst eftir Glasgow og Edinborg. Samstundis er hann ein av 32 sýslum ("council areas") í Skotlandi. Býurin hevði 227.560 íbúgvar í 2018. Aberdeen er útbúgvingarstaður við tveimum universitetum, "University of Aberdeen" (sett á stovn í 1495), og "Robert Gordon University" (1992). Áin Dee rennur ígjøgnum býin. FK Palanga. Futbolo klubas Palanga ella Palanga var eitt fótbóltsfelag úr Palanga í Litava. Felagið varð stovnað í 2010. FK Panevėžys. Futbolo klubas Panevėžys ella Panevėžys er eitt fótbóltsfelag úr Panevėžys í Litava. Felagið varð stovnað í 2015. Núverandi hópur. "Dagført 9. september 2021." FK Atlantas Klaipėda. Futbolo klubas Atlantas ella Atlantas var eitt fótbóltsfelag úr Klaipėda í Litava. Felagið varð stovnað í 1962. Núverandi hópur. "Dagført 26. juli 2019." FK Kauno Žalgiris. Futbolo klubas Kauno Žalgiris ella Kauno Žalgiris er eitt fótbóltsfelag úr Kaunas í Litava. Felagið varð stovnað í 2004. Frá 2004 til 2015 varð felagið kent sum FK Spyris. Núverandi hópur. "Dagført 7. september 2021." FC Stumbras. Futbolo klubas Stumbras ella Stumbras var eitt fótbóltsfelag úr Kaunas í Litava. Felagið varð stovnað í 2013. Felagið varð upployst í 2019. FK Riteriai. Futbolo klubas Riteriai ella Riteriai er eitt fótbóltsfelag úr Vilnius í Litava. Felagið varð stovnað í 2005 i Trakai. Frá 2005 til 2019 varð felagið kent sum FK Trakai. Núverandi hópur. "Dagført 24. mai 2021." FK Žalgiris Vilnius. Futbolo klubas Žalgiris ella Žalgiris er eitt fótbóltsfelag úr Vilnius í Litava. Felagið varð stovnað í 1947 (FK Dinamo Vilnius). Núverandi hópur. "Dagført 24. mai 2021." FK Sūduva Marijampolė. Futbolo klubas Sūduva ella Sūduva er eitt fótbóltsfelag úr Marijampolė í Litava. Felagið varð stovnað í 1968. Núverandi hópur. "Dagført 24. mai 2021." (frá www.alyga.lt //FK Sūduva) Sogn og Fjordane fylki. Sogn og Fjordane er eitt fylki í landslutinum Vestlandet í Norra. Í Sogn og Fjordane búgva umleið 109.800 fólk. Í norðri hevur Sogn og Fjordane mark við Møre og Romsdal, í eystri við Oppland, í ein landsynning við Buskerud, í suðri við Hordaland og í vestri er Norskahavið. Tað eru 26 kommunur í Sogn og Fjordane. Fyrisitingarsætið hjá fylkinum er í Leikanger. Kommunur. Sogn og Fjordane fylki hevur 26 kommunur. Leikanger (kommuna). Leikanger er ein kommuna í Sogn og Fjordane fylki í Noregi. Suðurslavisk mál. Suðurslavisku málini eru ein grein av slavisku málættini. Málini verða tosað av umleið 30 mió fólk, í høvuðsheitinum á Balkanhálvoynni. Størstu suðurslavisku málini eru serbokroatiskt (eisini uppbýtt í trý mál: serbiskt, kroatiskt og bosniskt), bulgarskt og slovenskt. Algonkinsk mál. Algonkinsku málini eru høvuðsgrein í algisku málættini, sum hoyrir til málini hjá amerikonsku upprunafólkunum. Aðrar málættir í Norðuramerika. Aðrar norðuramerikanskar málættir eru irokesiska málættin, sioux-catawbanska málættin, caddoanska málættin, Aberdeenshire. Aberdeenshire ("Aiberdeenshire" á skotskum; "Sìorrachd Obar Dheathain" á gæliskum) er ein av 32 sýslum ("council areas") í Skotlandi. Sýslan varð sett á stovn í 1996. Fyrisitingarsætið hjá sýsluni er kortini í Aberdeen City, sum ikki er partur av Aberdeenshire. Kongaliga slottið Balmoral Castle, ið liggur við ánna Dee í vestara parti av Aberdeenshire, er ein av bústaðnum hjá ensku kongsfamiljuni. Fraserburgh. Fraserburgh (The Broch á skotskum; "A' Bhruaich" á gæliskum) er ein býur við eysturstrond Skotlands. Fraserburgh liggur í landnyrðingshorninum av Aberdeenshire, umleið 27 km norðanfyri Peterhead. Býurin er týdningarmikil fiskihavn. Her búgva 13.100 fólk. Banff (Skotland). Banff ("Banbh" á gæliskum) er ein býur við eysturstrond Skotlands. Her búgva umleið 4.100 fólk. Býurin liggur við Banff-víkina, í norðara parti av Aberdeenshire, umleið 40 km vestanfyri Fraserburgh. Áin Deveron rennur tætt framvið býnum. Banff hevði verið fyrisitingarsætið í søguligu sýsluni Banffshire frá 1890 til 1975. Stockbridge (Massachusetts). Stockbridge er ein býur í amerikanska stakríkinum Massachusetts. Býurin liggur í vestara parti av stakríkinum, tætt við markið til stakríki New York Samstundis liggur hann miðskeiðis millum býirnar Albany (í ein útnyðing) og Springfield (í ein landsynning). Í 2018 búðu 1.903 fólk í Stockbridge. Býurin varð grundlagdur tíðliga í 18. øld undir navninum "Indian Town". Í 1739 fekk býurin nýtt navn og varð hann uppkallaður eftir Stockbridge í Hampshire í Onglandi. Áin "Housatonic River" rennur ígjøgnum býin. Nevið Reyða. Nevið Reyða er 8-Mannafar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Báturin hevur vunnið FM fýra ferðir, í 2001, 2005, 2016 og í 2020. Báturin Páll Fangi. Páll Fangi á Ólavsøku 2010. Páll Fangi er 6-Mannafar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Báturin hevur vunnið fleiri FM, bæði við monnum og kvinnum. Tilsamans hevur báturin vunnið 8 FM. Við kvinnum í 1986, 1987, 1989, 1990, 2001 og 2012. Við Monnum í 2010 og í 2018. Grover Cleveland. Stephen Grover Cleveland (18. mars 1837 - 24. juni 1908) var amerikanskur løgfrøðingur, politikari og statsleiðari. Cleveland byrjaði sína politiska yrkisleið í 1881, tá ið hann varð valdur til borgarstjóra í Buffalo. Árið eftir gjørdist hann guvernørur í stakríkinum New York. Tvey ár seinni, í 1884, bjóðaði hann seg fram sum demokratiskt forsetavalevni fyri fyrstu ferð og hann gjørdist vinnari. Hann virkaði sum 22. forsetin í USA frá 1885 til 1889 og sum 24. forsetin frá 1893 til 1897; hervið er hann tann einasti amerikanski forseti, sum virkaði í tveimum tíðarskeiðum, ið ikki vóru samanhangandi. Caldwell (New Jersey). Føðistaður hjá Grover Cleveland í Caldwell. Caldwell er ein amerikanskur býur í stakríkinum New Jersey. Býurin av slagnum "borough" liggur í "Essex County", nakrar fáar kilometrar í ein útnyrðing av Newark. Í 2018 búðu 7.970 fólk í Caldwell. Anna drotning. Anna prinsessa av Danmørk og Noregi í 1687. Anna drotning (enskt: "Anne, Queen of Great Britain"; fødd sum Anna Stuart 6. februar 1665 jul. í London, deyð 1. august 1714 jul. sama stað) var drotning av Onglandi, Skotlandi og Írlandi frá 1702 til 1707 og drotning av Stóra Bretlandi og Írlandi frá 1707 til 1714. Anna Stuart var dóttir Jákup II av Onglandi og fyrstu konu sína Onnu Hyde. Líkasum elsta systir sín Maria Stuart (Mary II) varð hon uppald í protestantiskari trúgv. Í 1683 giftist Anna Stuart við Georg prinsi av Danmørk og Noregi, og hertoga av Cumberland. Saman fingu tey 17 børn, sum øll doyðu, antin beinavegin ella á ungum árum. Tá ið táverandi enski kongurin, Vilhjálmur av Orania, andaðist tann 8. mars 1702 jul., gjørdist Anna drotning av Onglandi, Skotlandi og Írlandi. Tann 1. mai 1707 jul. vórðu Ongland og Skotland løgd saman í Kongsríki stóra Bretlands og samstundis varð skotskt fullveldi avtikið við Sameiningarsáttmálanum. Sostatt bleiv Anna tann fyrsti regentur í samanlagdu Stóra Bretlandi. Sjey ár seinni andaðist Anna drotning. Tá hon doyði Í august 1714, hevði hon eingi livandi børn og var hon tann seinasti monarkurin av Stuart-ættini. Aftaná deyða Onnu drotningar gjørdist Georg kongur yvir Stóra Bretlandi. Higartil hevði hann verið kurfúrsti í kurfúrstadøminum Hannover Móðir sín, Sophia av Pfalz, var av Stuart ættini. Hon var abbadóttir Jákup VI av Skotlandi/Jákup I av Onglandi og konu hansara Elisabeth Stuart. Greta Thunberg. Greta Tintin Eleonora Ernman Thunberg, fødd 3. januar 2003, er veðurlagsstríðskvinna (klimaaktivistur) úr Svøríki. Hon er abbadóttir Olof Thunberg. Malena Ernman. Malena Ernman (fødd 4. november 1970 í Uppsala) er songkvinna úr Svøríki. Hon vann Melodifestivalen í 2009 við sanginum "La voix". Lennart Johansson. Nils Lennart Johansson (føddur 5. november 1929 í Stokkhólmi, deyður 4. juni 2019 sama stað) Lennart Johansson var forseti í Evropeisku fótbóltssamgonguni (UEFA) frá 1990 til 2007. Eftirmaður sín gjørdist Michel Platini. Johansson er higartil longst sitandi forsetin í UEFA. Áðrenn starvið í Evropeisku fótbóltssamgonguni var hann forseti fyri Svenska fótbóltssambandi í seinna helmingi av áttatiárunum. Helen Keller. Helen Adams Keller (fødd 27. juni 1880 í Tuscumbia, Alabama, deyð 1. juni 1968 í Easton, Connecticut) Tá Helen Keller var tvey ára gomul, gjørdist hon deyv og blind. Í 1887 lærdi hon, sjey ára gomul, fyri fyrstu ferð, at eitt og hvørt orð hevur ávísa merking. Tað fyrsta orðið, hon dugdi at skilja, var vatn ("water"). Seinni skrivaði hon nógvar bøkur; av teimum eru 12 útgivnar. Kendastu verkini hjá henni eru sjálvævisøgan "The Story of My Life" (útgivin í 1903), "The World I Live In" (1908) og "Light in My Darkness" (1960). Henda seinasta bókin varð tó útgivin fyri fyrstu ferð í 1927 undir heitinum "My Religion". Hans Blix. Hans Martin Blix (føddur 28. juni 1928 i Uppsala) er ein svenskur politikari og diplomatur. Hans Blix var formaður í Altjóða kjarnorkustovninum IAEA frá 1981 til 1997. Eftirmaður sín gjørdist Mohamed ElBaradei. Blix er mest kendur fyri at hava verið leiðari í altjóða eftirlitsbólkinum í Irak í 2000. York. York (enskt: "City of York", fornnorrønt: "Jorvík", latínskt: "Eboracum") er ein enskur býur, ið liggur í sunnara parti av greivadømi ("county") North Yorkshire í landslutinum Yorkshire and the Humber í Norðuronglandi. Í 2017 búðu í York umleið 208.000 fólk. York er søguligur býur, bygdur í miðøldini. Stásiliga dómkirkjan "York Minster" er størsta kirkjan úr miðøldini í Onglandi. Í býnum renna áirnar Foss og Ouse saman. FIFA. Høvuðssætið hjá FIFA í Zürich. FIFA ("Fédération Internationale de Football Association") er alheims samgonga fyri tjóðar fótbóltssambondini. Limasambondini eru úr mestsum øllum londum í heiminum. Føroyar gjørdist limur í FIFA 2. juli 1988. Søga. Í mai 1904 hittust sjey tjóðir í París fyri at seta á stovn FIFA. Fyrstu limalondini vóru Belgia, Danmark, Frakland, Niðurlond, Spania, Sveis og Svøríki. Ongland, Skotland, Írland og Wales vóru ikki umboðað á fundinum, men Ongland gjørdist limur árið eftir (1905) og Skotland óg Wales fylgdu í 1910. Fyrstu limalondini uttanfyri Evropa vóru Suðurafrika í 1909/1910, Argentina í 1912 og Kili saman við USA í 1913. Í dag er altjóða fótbóltssamgongan meginfelagið fyri tjóðar fótbóltssambond úr 211 londum. Høvuðssætið hjá FIFA er síðan 1932 í Zürich í Sveis. Núverandi FIFA-forseti síðan 2016 er Gianni Infantino. Bodensee. Bodensee nærhendis Lindau í 2008. Bodensee ("Lake Constance" á enskum) er eitt vatn, sum liggur á markinum millum Týskland, Eysturríki og Sveis. Vatnið, ið er triðstørsta í Miðevropa, er 63 km til longdar, 14 km breitt og 536 ferkilometrar til víddar. Tað verður vanliga býtt í tveir partar, "Obersee" (473 km²) og "Untersee" (63 km²). Ríná rennur ígjøgnum vatnið. Tann parturin av Rínánni sum rennur í vatnið á eystara endanum eitur "Alpenrhein", parturin sum rennur millum Obersee og Untersee kallast "Seerhein" og tann parturin sum rennur úr vatninum á ytra vestara endanum verður nevndur "Hochrhein". Størstu oyggjarnar í vatninum eru "Reichenau" sum liggur í Untersee, oyggin "Lindau" í eystara parti av Obersee, og oyggin "Mainau", ið liggur í útnyrðingsparti av Obersee sum vanliga verður nevndur "Überlinger See". Kendastu býirnir fram við vatninum eru Konstanz, Meersburg, Friedrichshafen og Lindau, sum liggja fram við norðara strondini á vatninum í Týsklandi. Bregenz liggur á ytra eystara enda av vatni í Eysturríki og býirnir Rorschach, Romanshorn og Kreuzlingen liggja fram við sunnara strondini á vatninum í Sveis. Bregenz. Bregenz er høvuðsstaðurin í eysturríkska lutstatinum Vorarlberg, sum er vestasti landspartur í Eysturríki. Býurin liggur við vatnið Bodensee, heilt vesturi í Vorarlberg. Við ársbyrjan í 2019 vóru tað 29.762 fólk, sum búðu í Bregenz. FC Džiugas Telšiai. Futbolo klubas Džiugas ella FC Džiugas er eitt fótbóltsfelag úr Telšiai í Litava. Felagið varð stovnað í 1923. Núverandi hópur. "Dagført 7. september 2021." FK Banga Gargždai. Futbolo klubas Banga ella FK Banga er eitt fótbóltsfelag úr Gargždai í Litava. Felagið varð stovnað í 1966. Núverandi hópur. "Dagført 7. september 2021." FK Jonava. Futbolo klubas Jonava ella FK Jonava er eitt fótbóltsfelag úr Jonava í Litava. Felagið varð stovnað í 1991. DFK Dainava. Dzūkijos futbolo klubas Dainava ella DFK Dainava er eitt fótbóltsfelag úr Alytus í Litava. Felagið varð stovnað í 2016. Núverandi hópur. "Dagført 7. september 2021." FK Nevėžis Kėdainiai. Futbolo klubas Nevėžis ella FK Nevėžis er eitt fótbóltsfelag úr Kėdainiai í Litava. Felagið varð stovnað í 1962. Núverandi hópur. "Dagført 7. september 2021." (alyga.lt) FC Pakruojis. Pakruojo futbolo centras ella FC Pakruojis var eitt fótbóltsfelag úr Pakruojis í Litava. Felagið varð stovnað í 2016. FA Šiauliai. Šiaulių futbolo akademija ella FA Šiauliai er eitt fótbóltsfelag úr Šiauliai í Litava. Felagið varð stovnað í 2007. Núverandi hópur. "Dagført 7. september 2021." FK Utenis Utena. Futbolo klubas Utenis ella FK Utenis er eitt fótbóltsfelag úr Utena í Litava. Felagið varð stovnað í 1933. Giuseppe Conte. Giuseppe Conte (føddur 8. august 1964 í Volturara Appula, nærhendis Foggia í Apulia) er italskur løgfrøðingur og politikari. Hann er uttanfloksmaður. Sum eftirmaður hjá Paolo Gentiloni gjørdist Giuseppe Conte 1. juni 2018 tann 58. forsætisráðharrin ("Presidente del Consiglio") í Italia. Apulia. Apulia (italskt: "Puglia") er ein av teimum 20 regiónunum í Italia og liggur í landsynningspartinum av landinum. Høvuðsstaðurin í Apulia er Bari. Landafrøði. Apulia hevur strond við Adriahav fyri eystan, við Jónahav í landsynningi og við Tarantoflógva fyri sunnan. Apulia hevur mark við Molise fyri norðan, Campania fyri vestan og Basilicata í útsynningi. Regiónin er býtt upp í seks landslutir, ið aftur at uppbýttir í 258 kommunur ("comuni") við Bari sum størstu kommunu við 323.370 íbúgvum. Apulia fevnir um eitt øki á 19.345 km² og hevur nærum 4 milliónir íbúgvar. Baffinsland. Baffinsland (enskt: "Baffin Island", inuktitut: ᕿᑭᖅᑖᓗᒃ "Qikiqtaaluk", úttalað: [qikiqtaːluk], fornnorrønt: "Helluland") er størsta oyggj í Kanada og fimtstørsta oyggj í heiminum. Oyggin er umleið 1600 km til longdar og millum 200 og 700 km breið. Víddin er 507.451 km². Baffinsland er ein partur av kanadiska meginøkinum Nunavut. Í 2016 búðu í Baffinslandi 14.875 fólk. Høvuðsstaðurin í oynni eitur Iqaluit ("Frobisher Bay" til 1987). Hann liggur sunnarumegin í Baffinslandi, og er samstundis størsta búseting og einasti býur. Í 2011 hevði býurin uml. 6.700 íbúgvar. Næststørsta búseting á oynni, Pond Inlet (Inuktitut: "Mittimatalik"), er fyri norðan. Her búðu uml. 1.500 fólk í 2011. Triðstørsti býur er Pangnirtung við 1.425 íbúgvum. Baffinsland hevur strond við Baffinsflógva í landnyrðingi, við Dávisfjørð fyri eystan, við Labradorhav í landsynningi, við Hudsonsund fyri sunnan, við Foxeflógva í útsynningi, við Boothiaflógva fyri vestan og við Lancastersund fyri norðan. Oyggjaleikir 2019. XVIII (18.) Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Gibraltar í juli 2019. Hetta var onnur ferð, at Gibraltar var vertur fyri Oyggjaleikunum. Luttakandi oyggjar og oyggjalond. Tað vóru 22 oyggjar og oyggjalond, sum luttóku á Oyggjaleikum 2019. Oyggjarnar vóru úr Evropa, Suðuratlantarhavinum og úr Karibiska havinum. Tvær oyggjar vóru ikki umboðaðar hesa ferð; tað vóru Rhodos og Frøya. Ítróttagreinar. súkkling, judo, sigling, skjóting, squash, svimjing, "Tølini í klombrum vísa tal av heiðursmerkjum fyri hvørja ítróttagrein." Keldur. 2019 Boris Becker. Boris Becker (føddur 22. november 1967 í Leimen, nærhendis Heidelberg, Týskland) er ein týskur fyrrverandi tennisleikari. Hann gjørdist heimskendur í 1985, tá hann, sum 17 ára gamal, varð yngsti leikari nakrantíð at vinna tennisfinaluna í Wimbledon í London. Í 1989 vann Becker enn eina ferð finaluna í London. Í alt náddi hann at koma í sjey finalur í Wimbledon. Quebec City. Quebec City (franskt: "Québec", vestur-abenakiskt: "Kephek") er ein býur í Kanada. Býurin er høvuðsstaður í landslutinum Quebec. Í 2016 búðu í Quebec City umleið 531.900 fólk. Charlottetown. Charlottetown er ein býur í eystara parti av Kanada. Býurin er høvuðsstaður í landslutinum Prince Edward Island. Í 2016 búðu í Charlottetown umleið 36.000 fólk. St. John's. St. John's er ein býur í eystara parti av Kanada. Býurin er høvuðsstaður og størsti býur í landslutinum Nýfundlandi og Labrador. Í 2016 búðu umleið 108.800 fólk í býnum. Victoria (British Columbia). Victoria er ein býur nærindis Kyrrahavsstrondini í vestara parti av Kanada. Býurin er høvuðsstaður í landslutinum British Columbia. Victoria liggur uml. 100 km sunnan fyri Vancouver, heilt úti á landsynningsendanum á oynni Vancouver Island, beint við markið til stakríkið Washington í USA. Amerikanski stórbýur Seattle er uml. 100 km í ein landsynning úr Victoria. Tað 154 km langa og 20 til 40 km breiða sundið sunnan fyri oynna eitur "Strait of Juan de Fuca". Sundið á markinum millum Kanada og USA er ein partur av Salish Sea. Í 2016 búðu í Victoria umleið 85.800 fólk. Býurin varð grundlagdur undir heitinum Fort Victoria í 1843. Menorka. Menorka er ein oyggj í Miðjarðarhavinum. Hon er eystasta og norðasta oyggin av Balearoyggjunum. Hesin oyggjabólkur hoyrir politiskt til Spania. Menorka er næststørsta oyggin í bólkinum, næst eftir Mallorka. Víddin av oynni er 702 ferkilometrar og her búgva umleið 91.000 fólk. Høvuðsstaðurin eitur Maó (ella Mahón). Hann hevur umleið 28.600 íbúgvar. Størsti býur er Ciutadella við 29.000 íbúgvum. Hægsta punktið á oynni eitur "Monte Toro". Tað er 358 metrar yvir havinum. Regina (Saskatchewan). Regina er ein býur í miðvestri í Kanada. Býurin er høvuðsstaður í landslutinum Saskatchewan. Í 2016 búðu í Regina umleið 215.000 fólk. Søga. Upprunaliga navnið á búsetingini var "Wascana", sum merkir 'bisonabein' í tí staðbundna Cree-málinum. Í 1882 fekk býurin latínska heitið "Regina", sum merkir 'drotning'; til heiðurs fyri Viktoriu, táverandi bretsku drotningina. Whitehorse. Whitehorse er ein býur í útnyrðingsparti av Kanada. Býurin er høvuðsstaður í meginøkinum Yukon. Whitehorse er størsta búseting og einasti býur í meginøkinum. Í 2016 búðu í Whitehorse umleið 25.000 fólk. Tað eru tveir triðingar av samlaða fólkatali í Yukon. Whitehorse er høvuðsstaður í Yukon síðan 1953. Áðrenn var Dawson City miðdepilin í meginøkinum. Anguilla. Anguilla er ein oyggj í Vesturkaribiska havinum, ið hoyrir politiskt til Stóra Bretland. Oyggin liggur beint norðanfyri St. Martin og eystanfyri Bretsku Jómfrúoyggjar. Hon er 26 km til longdar og 4.8 km breið. Í 2018 búðu uml. 17.400 fólk á Anguilla. Høvuðsstaðurin eitur The Valley. Montserrat. Montserrat er ein oyggj í Vesturkaribiska havinum, ið hoyrir politiskt til Stóra Bretland. Oyggin liggur í ein landsynning úr Nevis, í ein útsynning úr Antigua og í ein útnyrðing úr Guadeloupe. Hon er 16 km til longdar og 11 km breið. Í 2018 búðu 5.315 fólk á Montserrat. Høvuðsstaðurin var Plymouth, sum fullkomiliga varð lagdur í oyði, síðan gosfjallið Soufriere Hills fór at goysa ógvusliga í 1995. Tveir triðingar av oyggjabúgvunum máttu síðan flýggja frá oynni. Nýggi høvuðsstaðurin verður bygdur í Little Bay, men í løtuni er Brades fyribils høvuðsstaður. Yellowknife. Yellowknife (Tłı̨chǫ Yatıì: "Sǫ̀mbak'è") er ein kanadiskur býur, sum liggur í meginøkinum Northwest Territories. Yellowknife er høvuðsstaður og størsti býur í Northwest Territories. Í 2016 búðu 18.884 fólk í høvuðsstaðnum. Landafrøði. Býurin liggur í sunnara parti í NWT, á norðursíðuni av vatni Great Slave Lake, sum er næststørsta vatnið í meginøkinum, næst eftir Great Bear Lake. Søga. Yellowknife varð grundlagdur í 1935, tá ið gull varð funnið í økinum. Býurin vaks skjótt og gjørdist høvuðsstaður í NWT í 1967. Bretsku Jómfrúoyggjar. Bretsku Jómfrúoyggjar (enskt: "British Virgin Islands") er ein oyggjabólkur í Vesturkaribiska havinum, eystanfyri Puerto Riko. Oyggjabólkurin hoyrir politiskt til Stóra Bretland. Bretsku Jómfrúoyggjar er ein av trímum oyggjabólkunum, ið saman mynda Jómfrúoyggjar í Karibia. Hinir báðir oyggjabólkarnir eru Amerikonsku og Puertorikansku Jómfrúoyggjar. Allar hesar oyggjarnar eru partur av Smáu Antilloyggjum. Bretsku Jómfrúoyggjar fevnir um fýra stórar oyggjar og 50 smáar oyggjar. Samlaða víddin hjá hesum oyggjunum er 153 km². Í 2018 búðu uml. 35.800 fólk á oyggjunum. Høvuðsstaðurin eitur Road Town. Hann liggur miðskeiðis í størstu oynni, Tortola. Erie (Pennsylvania). Erie () er ein amerikanskur býur í útnyrðingsparti av Pennsylvania. Býurin liggur fram við Erievatni. Erie liggur miðskeiðis millum býnum Cleveland (í ein útsynning) og Buffalo (í ein landnyrðing). Sunnanfyri Erie, í útsynningsparti av Pennsylvania, er Pittsburgh. Í 2018 búðu í Erie fleiri enn 96 túsund fólk og hervið er hann fjórðstørsti býur í Pennsylvania (næst eftir Philadelphia, Pittsburgh og Allentown). Býurin var grundlagdur í 1795 og er uppkallaður eftir Erievatni og upprunafólki erie, sum búði í 17. øld á sunnaru síðu av vatni. Goodbye May Seem Forever. "Goodbye May Seem Forever" (danskt heiti: "Det er så svært at skilles") er sangurin, sum verður sungin í Disney-teknifilminum "The Fox and the Hound" frá 1981. Richard Rich og Jeffrey Patch skrivaðu sangin og Jeanette Nolan sang. Persian Gulf Pro League. Persian Gulf Pro League (Persiskt: لیگ برتر خلیج فارس), best kend sum "PGPL", á sponskum eisini nevnd "Primera División", er tann besta Iranska fótbóltsdeildin hjá monnum. Deildin hevur 16 av teimum bestu liðunum úr Iran. Listi yvir sveisiskar býir eftir íbúgvatali. Kort yvir býnum í Sveis Hetta er ein listi yvir sveisiskum býum við yvir 10 000 íbúgvum. Býur skrivaður við feitum stavum'": Høvuðsstaður í einum fylki ("Kanton") "Býur skrivaður við skákskrift": Størsti býur í fylkinum ("Kanton") 3 Tølini áðrenn 2010 fyri býin Jona burturav (samanlegging av Jona og Rapperswil í 2007) Luzern. Luzern (enskt og franskt: "Lucerne", italskt og retoromanskt: "Lucerna") er ein býur í Sveis, ið liggur mitt í landinum. Luzern liggur fram við vatni Vierwaldstättersee og er tann 7. størsti býur í Sveis. Í 2017 búðu har 81.673 fólk. Býurin er høvuðsstaður í fylkinum Luzern. Áin Reuss rennur ígjøgnum býin og býtir hann í tveir partar, "Altstadt" og "Neustadt". Kanadiskur dollari. Kanadiskur dollari (stytt: Can$; ISO 4217 kotur: CAD) er mynteind í Kanada. Ein kanadiskur dollari svarar til 100 kanadiskar sentar. Pengaseðlarnir verða útgivnir av kanadiska tjóðbankanum "Bank of Canada". Myntir verða slignir av kanadisku myntsmiðjuni "Royal Canadian Mint" í Ottawa. Gordon Brown. James Gordon Brown (føddur 20. februar 1951 í Giffnock í Skotlandi) er ein bretskur politikari. Hann var forsætisráðharri í Stóra Bretlandi í tíðarskeiðinum frá juni í 2007 til mai í 2010. Eftirmaður hjá Brown í embætinum sum forsætisráðharri gjørdist táverandi leiðari í Konservativa flokkinum, David Cameron. Brown var eisini formaður í bretska Arbeiðaraflokkinum ("Labour Party") til mai 2010. David Cameron. David William Donald Cameron (føddur 9. oktober 1966 í London) er ein bretskur politikari. Hann var forsætisráðharri í Stóra Bretlandi í tíðarskeiðinum frá mai 2010 til juli 2016. Cameron gjørdist floksleiðari í Konservativa flokkinum í 2005. Eftir fólkaatkvøðu um ES-limaskap 23. juni 2016 valdi hann tó at leggja frá sær, bæði sum forsætisráðharri og floksleiðari, tí bretar høvdu atkvøtt móti ES-limaskapi og móti tilmælinum frá Cameron. Eftirmaður hjá honum gjørdist Theresa May. Kranj. Kranj (týskt: "Krainburg") er ein býur í norðara parti av Slovenia, umleið 20 kilometrar norðanfyri høvuðsstaðin Ljubljana, Býurin liggur millum Alpurnar og Adriahavið. Í 2011 búðu í Kranj 36.874 fólk (við forstøðum vóru tað 55.029 fólk). Harvið er hann fjórðstørsti býur í Slovenia. Maribor. Maribor (týskt: "Marburg an der Drau") er ein býur í landnyrðingsparti av Slovenia, tætt við markið til Eysturríki. Í 2011 búðu í Maribor 95.171 fólk (við forstøðum vóru tað 111.170 fólk). Harvið er hann næststørsti býur í Slovenia, næst eftir høvuðsstaðnum Ljubljana. Justin Trudeau. Justin Pierre James Trudeau (føddur 25. desember 1971 í Ottawa í Ontario) er ein kanadiskur politikari. Síðan 2013 er hann floksleiðari í Liberala flokkinum og síðan 2015 núverandi kanadiski forsætisráðharrin. Liberali flokkurin hjá Trudeau bleiv stóri vinnarin á valinum í Kanada í oktober 2015 og Konservativi flokkurin hjá táverandi forsætisráðharranum, Stephen Harper, fekk eitt vánaligt valúrslit. Trudeau gjørdist eftirmaður hjá Harper sum forsætisráðharri tann 4. november 2015. Justin Trudeau er sonur Pierre Trudeau, ið hevði verið kanadiskur forsætisráðharri í tíðarskeiðinum frá 1968 til 1984. Ontariovatn. Ontariovatn (enskt: "Lake Ontario") er eitt stórt vatn í eystara parti av Norðuramerika. Vatnið er tann eystasta og tann minsta av Stóruvøtnum ("Great Lakes"). Ontariovatn fekk navnið frá irokesiska heitinum "ontarí'io", sum merkir "skínandi vatn". Kanadiski landsluturin Ontario er uppkallaður eftir vatninum. Landafrøði. Vatnið liggur á markinum ímillum Kanada (Ontario) og USA (New York). Vatnið er 19.348 ferkilometrar til víddar (311 km til longdar og 85 km til breiddar). Dýpið av vatninum er í miðal um 86 metrar, og har tað er djúpast, 244 metrar. Útsynningsmegin rennur Niagaraá út í Ontariovatnið, beint við Niagara-on-the-Lake, á markinum millum USA og Kanada og nærindis St. Catharines. Frárenslið er St. Lawrenceá í landnyrðingsendanum á vatni, nærindis Kingston. Ontariovatn er 74,1 metrar oman sjóvar og tískil sigla farmaskip úr Ontariovatni oman at strondini ígjøgnum eina stóra slúsaskipan í St. Lawrenceánni ("Saint Lawrence Seaway"). Til samanbering er havnin í Montreal uml. 9,1 metrar oman sjóvar. Býir fram við vatninum. Ontariovatn, í baksýni hómast Toronto. Týdningarmesti býurin við Ontariovatn er Toronto, ið liggur fram við norðara bakkanum í Ontario. Umframt at vera størsti kanadiski býurin, er Toronto eisini fremsti ídnaðarbýur, størsti fíggjardepil og tann býur, sum veksur skjótast í Kanada. Basel. Basel er ein stórbýur í Sveis. Hann er triðstørsti býur í landinum, næst eftir Zürich og Geneve. Býurin liggur í útnyrðingshorninum av Sveis, tætt við markið til Týskland og Frakland. Ríná rennur ígjøgnum Basel. Í juni 2019 búðu 200.097 fólk í sjálvum býnum. Við forstøðum og umlandi vóru tað tó 545.326 fólk í 2018. Basel er bæði ídnaðarbýur, universitetsbýur og stórur listabýur. Lærdi háskúlin "Universität Basel" varð settur á stovn í 1460 og er harvið elsti í landinum. Niagaraá. Niagaraá (enskt: "Niagara River") er ein 55-58 kilometrar long á í eystara parti av Norðuramerika. Hon rennur úr Erievatni út í Ontariovatn og knýtir hesi bæði vøtnini saman. Summi halda, at áin er kallað eftir fyrrverandi irokesisku bygdini "Ongniaahra", sum verður víst á einum korti fyri fyrstu ferð í 1641. Landafrøði. Niagaraá rennur beint á markinum millum Kanada og USA, soleiðis at vestari áarbakkin liggur í kanadiska landslutinum Ontario og eystari áarbakkin kemur at liggja í amerikanska stakríkinum New York. Býirnir Fort Erie og Buffalo liggja vestarumegin og eystarumegin, har áin byrjar, tá hon rennur úr Erievatni. Býurin Niagara-on-the-Lake liggur við áarmunnan í útsynningshorninum av Ontariovatni. Í Niagaraá eru hinir viðgitnu Niagarafossar. Teir tríggjar fossarnir kallast "Horseshoe Falls", "Bridal Veil Falls" og "American Falls". Horseshoe Falls er kraftmiklasti fossurin í Norðuramerika mált eftir fallinum (57 metrar) og vatnmongd. Fossurin er góðar 790 metrar breiður. Nógv ferðafólk koma at hyggja at stórbæra fossinum. Nógvar oyggjar eru í ánni. Størsta oyggin eitur "Grand Island". Hon liggur fullkomiliga á økinum hjá USA. Wellandveitin. Stór farmaskip sigla í dag ígjøgnum veitina "Welland Canal", sum varð grivin fram við fossunum á kanadisku síðuni tíðliga í 19. øld. Veitin byrjar í Port Colborne í landnyrðingsendanum av Erievatni, vestanfyri Buffalo. Har er eisini byrjan av slúsaskipanini "Saint Lawrence Seaway". Veitin endar í St. Catherines á útsynningsbakka av Ontariovatni. Stóru Antilloyggjar. Stóru Antilloyggjar er ein oyggjabólkur í Karibiahavinum. Landafrøði. Stóru Antilloyggjar fevna um tær fýra stóru oyggjar Kuba, Jamaika, Hispaniola, Puerto Riko og um bretska oyggjabólkin Cayman Islands. Oyggjarnar strekkja seg útnyrðingsmegin frá Meksikoflógva til Smærru Antilloyggjar við Atlantshavið eystarumegin. Samlaða víddin av landaøki og havøki er 207.411 ferkilometrar. Oyggin Hispaniola er býtt upp í tvey: Haiti í vestara parti og Dominikanska Lýðveldið í eystara parti á oynni. Oyggjarnar í Karibiahavi verða vanliga býttar sundur eftir stødd í tríggjar bólkar: Stóru Antilloyggjar, Smærru Antilloyggjar og Bahamas. Søga. Kristoffur Kolumbus var tann fyrsti evropearin, ið vitjaði Stóru Antilloyggjar. Á fyrstu ferð síni kom hann til Kuba seint í oktober 1492. Tíðliga í desember 1492 fann hann Hispaniola. Tað var við sína aðru ferð í november 1493, at hann uppdagaði oynna Puerto Riko. Oyggin varð tá kallað "Borikén" hjá innføddum ættarbólki av Taino-fólkinum. Árið eftir, í 1494, kom hann á aðru ferð síni til Jamaika. Løgtingsvalið 2019. Løgtingsvalið 2019 til Føroya Løgting varð leygardagin hin 31. august 2019. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, útskrivaði valið ólavsøkudag 29. juli 2019. Valið varð seinasta dagin í valskeiðnum, sum møguligt var at halda løgtingsval, tí at seinasta løgtingsval var tann 1.september 2015. Á valinum í 2019 vóru okkurt um 1000 fleiri veljarar enn á valinum 2015. Flokkar og valevni. Sjey tingfólk høvdu boðað frá, at tey stilla ikki uppaftur. Tey vóru Kári P. Højgaard, Bjørn Kalsø, Sonja Jógvansdóttir, Magni Laksáfoss, Helena Dam á Neystabø, Edmund Joensen og Joen Magnus Rasmussen. Kristin Michelsen, sum varð valdur á listanum hjá Javnaðarflokkinum á seinasta løgtingsvali, var hesa ferð á listanum hjá Sjálvstýrinum. Níggju flokkar vóru at velja millum á løgtingsvalinum 2019. Tað vóru teir sjey flokkarnir, sum tá vóru í løgtinginum, og tveir nýggir. Teir nýggju vóru Framtakið fyri rættinum at velja kannabis og Føroyaflokkurin. Tilsamans 179 valevni bjóðaðu seg fram til løgtingsvalið, 121 menn og 58 kvinnur. Tann 17. august kl. 18 var seinasta freist at lata valevnislistar inn til formannin í løgtingsvalnevndini. Atkvøðugreiðslan byrjaði 31. august 2019, kl. 10.00 fyrrapart og helt fram til kl. 20.00. Flokkar. Fólkaflokkurin gekk 5,6 prosentstig fram og gjørdist stóri vinnarin á løgtingsvalinum. Javnaðarflokkurin hevði størstu afturgongdina við 2,9 prosentstig, men Tjóðveldi og Framsókn mistu eisini meira enn 2 prosentstig. Tølini eru frá heimasíðuni hjá KvF. Persónligar atkvøður. Aksel V. Johannesen gjørdist toppskorari á valinum við 2327 atkvøðum. Bárður á Steig Nielsen fekk næstflestar við 1220. Av teimum valevnunum, ið vórðu vald inn á ting fyri fyrstu ferð, fekk Beinir Johannesen flestar atkvøður við 995. Persónligar atkvøður av teimum 33 fólkunum, ið manna nýggja løgtingið. Vierwaldstättersee. Býir og bygdir fram við vatninum. Vierwaldstättersee (enskt: "Lake Lucerne") er fjórðstørsta vatn í Sveis. Vatnið liggur í 434 metra hædd mitt í landinum. Tað er 114 km² til víddar og djúpasta staðið er 214 metrar djúpt. Størsti býur við vatnstrondina er Luzern, sum liggur vestanfyri. Áin Reuss rennur gjøgnum vatnið. Í miðøldini bar vatnið tað gamla heitið "Luzerner See", men núverandi navnið hevur verið nýtt síðan 16. øld. Potsdam. Potsdam er høvuðsstaður og størsti býur í týska stakríkinum Brandenburg. Býurin liggur við ánna Havel, í ein útsynning uttanfyri týska høvuðsstaðin Berlin. Í 2018 búðu uml. 178.000 fólk í Potsdam. Brandenburg. Brandenburg (týskt: "Land Brandenburg", stytt: "BB") er eitt stakríki í Samveldislýðveldinum Týsklandi. Stakríkið er meiri enn 29.600 km² til støddar og hevði meiri enn 2,5 mió íbúgvar við árslok 2018. Lutstaturin er tann 10. størsti í Týsklandi eftir fólkatali og tann fimtstørsti eftir vídd. Høvuðsstaðurin og størsti býur er Potsdam. Aðrir stórir býir eru Cottbus, Brandenburg an der Havel og Frankfurt (Oder). Niagara Falls (New York). Niagara Falls er ein býur í amerikanska stakríkinum New York. Býurin liggur í ein útnyrðing í stakríkinum, beint við markið til Kanada og beint við Niagarafossar. Niagaraá er markið millum kanadiska landslutin Ontario og amerikanska stakríkið New York. Hinumegin ánna liggur kanadiskur býur við sama heiti, Niagara Falls. Niagara Falls er 12. størsti býur í stakríkinum. Í 2018 búðu har uml. 48.144 fólk. Baden-Württemberg. Baden-Württemberg (týskt: "Land Baden-Württemberg", stytt: "BW") er eitt stakríki í Samveldislýðveldinum Týsklandi. Stakríkið, ið liggur í útsynningshorninum av Týsklandi, er meiri enn 35.700 km² til víddar og hevði meiri enn 11 mió íbúgvar við árslok 2017. Lutstaturin er tann triðstørsti í Týsklandi eftir vídd og eftir fólkatali. Høvuðsstaður og størsti býur í Baden-Württemberg er Stuttgart. Aðrir stórir býir eru Karlsruhe, Mannheim, Freiburg, Heidelberg, Ulm, Heilbronn, Pforzheim og Reutlingen. Mannheim. Mannheim er ein býur í stakríkinum Baden-Württemberg í útsynningshorninum av Týsklandi. Ríná rennur tætt fram við býnum. Hinumegin ánna liggur býurin Ludwigshafen í Rheinland-Pfalz. Við árslok 2018 búðu í Mannheim uml. 309.370 fólk. Harvið er Mannheim triðstørsti býur í Baden-Württemberg, beint aftanfyri Stuttgart og Karlsruhe. Pforzheim. Pforzheim er ein býur í stakríkinum Baden-Württemberg í útsynningshorninum av Týsklandi. Býurin liggur næstan miðskeiðis millum býirnar Karlsruhe og Stuttgart. Áirnar Enz og Nagold renna gjøgnum Pforzheim. Sunnanfyri býin byrjar vakra fjallalendið Schwarzwald. Við árslok 2018 búðu í Pforzheim 125.542 fólk. Harvið er hann 8. størsti býur í Baden-Württemberg. Pforzheim er gamal gull- og ursmiðídnaðarbýur, og her er einasti týski skúlin fyri gull- og ursmiðútbúgvingina. Um tríggir fjórðingar av øllum smúkkum í Týsklandi verða framleiddir á verksmiðjum í Pforzheim. Karlsruhe. Miðbýurin í Karlsruhe úr erva. Miðbýurin í Karlsruhe úr erva. Karlsruhe er ein býur í stakríkinum Baden-Württemberg í útsynningshorninum av Týsklandi. Býurin liggur í ein útnyrðing úr Stuttgart og sunnanfyri býirnar Mannheim og Heidelberg. Ríná rennur fram við býnum. Hinumegin ánna liggur vakra fjallalendið Pfälzerwald og landnyrðingshornið av Fraklandi. Við árslok 2018 búðu í Karlsruhe 313.092 fólk. Harvið er hann næststørsti býur í Baden-Württemberg, beint eftir Stuttgart. Løgtingsvalið 1940. Løgtingsval varð hildið í Føroyum týsdagin hin 30. januar 1940, meira enn 4 ár eftir seinasta valið til Løgting, ið varð hildið hin 28. januar 1936. Úrslit. Sambandsflokkurin gjørdist størsti flokkur á Løgtingi. Fólkaflokkurin, sum stillaði upp til Løgtingsval fyri fyrstu ferð, bleiv næststørsti flokkur, meðan Sjálvstýrisflokkurin minkaði við einari helvt. Talið av løgtingslimum var 24 (óbroytt síðan 1936). a Talið roknað í mun til talið av atkvøðum ella tinglimum, ið Vinnuflokkurin fekk á løgtingsvali 1936. Marcus Antonius. Marcus Antonius (føddur 14. januar 83 f.Kr., deyður 1. august 30 f.Kr.) var ein rómverskur politikari og generalur. Marcus Antonius var viðhaldsmaður hjá Julius Cæsar. Eftir at Cæsar varð blivin myrdur í 44 f.Kr., skipaðu Marcus Antonius, Octavianus (seinni "Augustus") og Lepidus í 43 f.Kr. eina politiska samgongu, kend undir heitinum "Annað rómverska trímannaveldið". Marcus Antonius fekk valdið í eystara parti av rómverska ríkinum og egyptalandsdrotningin Kleopatra gjørdist elskarinna hjá honum. Tey fingu trý børn. Samgongan slitnaði tó í 33 f.Kr.. Ósemjan millum Antonius og Oktavian var so stór, at borgarakríggj brast á í 31 f.Kr.. Tann 2. september 31 f.Kr. tapti Antonius ein týdningarmiklan sjóbardaga móti Oktaviani. Slagið fór fram á griksku vesturstrondini, nærindis hálvoynni "Actium" (ella "Aktion" á forngrikskum). Aftaná sigldi Antonius til Kyrenaika í Norðurafrika fyri at fáa nýggj herlið, men tað miseydnaðist. Hann fór nú víðari til Egyptalands, men meira og meira misti hann sín stuðul frá baklandinum og viðhaldsfólkinum. Kleopatra, elskarinna hansara, royndi at rýma til India, men tað miseydnaðist eisini. Støðan gjørdist alt meira vónleys. Á sumri 30 f.Kr. kom Octavianus umsíðir til Egyptalands og nærkaðist so høvuðsstaðin Alexandria, har Kleopatra og Antonius hildu til. Tá framdu tey bæði sjálvmorð, Antonius tann 1. august og Kleopatra nakrar dagar seinni. Octavianus var nú heimsins máttmiklasti maður. Nøkur ár seinni gjørdist hann fyrsti rómverski keisarin og fekk heitið Augustus í 27 f.Kr.. Köniz. Köniz er ein býur í Sveis. Býurin liggur nakrar kilometrar í ein útsynning úr høvuðsstaðinum Bern. Í 2017 búðu í Köniz 41.507 fólk. Harvið er hann 12. størsti býur í landinum. Løgtingsvalið 1970. Løgtingsvalið 1970 til Føroya Løgting varð hildið leygardagin 7. november 1970, næstan 4 ár eftir seinasta valið, ið varð hildið hin 8. november 1966. Úrslit. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin gingu aftur og Fólkaflokkurin misti ein tingsess. Javnaðarflokkurin var framhaldandi størsti flokkur, meðan Tjóðveldisflokkurin gjørdist næststørsti flokkur. Og harumframt fekk flokkurin ein tingsess afturat. Talið av løgtingslimum var framhaldandi 26 (óbroytt síðan 1966). Løgtingsvalið 1966. Løgtingsvalið 1966 til Føroya Løgting varð hildið týsdagin hin 8. november 1966, fýra ár eftir seinasta valið, ið varð hildið hin 8. november 1962. Úrslit. Sambandsflokkurin gjørdist stóri vinnari, fekk tó ikki ein tingsess afturat, tí talið av løgtingslimum varð lækkað frá 29 til 26. Av teimum fýra flokkunum, sum høvdu afturgongd, mistu tríggir flokkar, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, hvør sær ein tingsess, men Javnaðarflokkurin var framhaldandi størsti flokkur. Edvard VII av Stórabretlandi. Edvard VII (enskt: Edward VII; føddur sum Albert Edward tann 9. november 1841 í Buckingham Palace í London, deyður 6. mai 1910 sama stað) var kongur av tí Sameinda Kongaríki Stórabretland og Írland og keisari av India frá 22. januar 1901 til deyða sín í 1910. Heima hjá familjuni varð hann vanliga róptur Albert ella Bertie. Edvard VII var elsti sonurin hjá enska kongshjúnunum Viktoriu drotning og Albert prinsi av Sachsen-Coburg-Gotha. Sum trónarvingin gjørdist hann prinsur av Wales hin 8. desember 1841. Edvard giftist við dansku Alexandru prinsessu tann 10. mars 1862 og saman fingu tey seks børn. Hann var prinsur av Wales í 59 ár og gjørdist kongur tann 22. januar 1901, dagin mamma sín andaðist. Hin 9. august 1902 varð hann krýndur til kong í Stórabretlandi og Írlandi. Edvard VII kongur hevur sitið á trónu einans í níggju ár, tí hann doyði longu í maimánaði í 1910. Eftirmaður Edvard VII bleiv næstelsti sonur og trónarvingin, Georg V. Løgtingsvalið 1958. Løgtingsvalið 1958 til Føroya Løgting varð hildið leygardagin hin 8. november 1958, fýra ár eftir seinasta valið, ið varð hildið hin 8. november 1954. Úrslit. Javnaðarflokkurin gjørdist stóri vinnarin og samstundis størsti flokkur. Hann fekk tríggjar tingsessir afturat. Tjóðveldisflokkurin var framhaldandi næststørsti flokkur. Av teimum trimum flokkunum, sum høvdu afturgongd, misti Fólkaflokkurin ein tingsess. Framburðsflokkurin hjá Kjartani Mohr, ið luttók fyri fyrstu ferð, fekk ein tingsess. Talið av løgtingslimum varð hækkað frá 27 til 30. a Framburðsflokkurin: Tølini í klombrum vísa munin á tali av atkvøðum hjá Framburðsflokkinum   samanborið við tal av atkvøðum hjá Kjartani Mohr á seinasta løgtingsvali, sum var uttanflokka tá. Sólarmyrking. Sólarmyrking er eitt fyribrigdi, sum er, tá ið mánin kemur ímillum jørðina og sólina soleiðis, at mánin forðar sólarljósinum at raka beinleiðis jørðina í ávísum økjum. Fullskuggin av mánaum (skuggaálin) er bara fáar hundrað km breiður. Uttan fyri skuggaálina sæst ein lutvís myrking um stóra vídd í einum fleiri túsund kilometra breiðum øki. Av tí at mánin stendur ímillum jørðina og sólina, kann sólarmyrking bara vera í tendring. Toni Morrison. Toni Morrison (fødd sum "Chloe Ardelia Wofford" 18. februar 1931 í Lorain, Ohio, deyð 5. august 2019 í Bronx, New York) var ein amerikanskur kvinnuligur rithøvundur. Skaldsøga hennara "Beloved" vann Pulitzer-virðislønina í 1988. Sum fyrsta amerikanska kvinna fekk hon Nobelvirðislønina í bókmentum Í 1993. Penobscotá. Penobscotá (enskt: "Penobscot River") er ein á í amerikanska stakríkinum Maine. Áin er 175 km long. Tá ið greinirnar ("West Branch" og "East Branch") verða uppíroknað, er samlaða kervið hjá Penobscotánni 425 km langt og er hon harvið tann longsta á í Maine, ið landafrøðiliga liggur innan øki hjá stakríkinum. Innsbruck. Innsbruck er høvuðsstaðurin og størsti býur í lutstatinum Tirol í Eysturríki. Við ársbyrjan í 2019 vóru tað 132.110 fólk, sum búðu í Innsbruck. Áin Inn rennur ígjøgnum býin. Innsbruck er universitetsbýur. Lærdi háskúlin varð settur á stovn í 1669. Býurin var vertur fyri Vetrar OL í 1964 og 1976. Per Mertesacker. Per Mertesacker (føddur 29. september 1984 í Hannover) er fyrrverandi týskur fótbóltsleikari og núverandi leiðari á menningarstovninum hjá enska felagnum Arsenal. Per Mertesacker spældi frá 2003 til 2006 fyri týska felagið Hannover 96, frá 2006 til 2011 við Werder Bremen og frá 2011 til 2018 fyri enska felagið Arsenal. Síðan 2018 er hann leiðari á menningarstovninum til U23-leikarar, "Arsenal Academy". Harafturat spældi hann frá 2004 til 2014 fyri týska fótbóltslandsliðið. Hannover 96. Hannover 96 er eitt fótbóltsfelag úr týska býinum Hannover. Hannover er høvuðsstaður í stakríkinum Niedersachsen. Felagið varð stovnað í 1896 og er vaksið til næstan 23.000 limir. Tað er í dag størsta felagið í Niedersachsen. Í 2018/19 sesongini spældi besta liðið hjá Hannover 96 í týsku meistaradeildini, Bundesliga. Liðið flutti tó niður í næstbestu deildini og spælir nú í 2. Fußball-Bundesliga. Liðið spælir heimadystirnir á "HDI-Arena", fyrrverandi "Niedersachsenstadion". Heiður. Felagið hevur vunnið týska meistaraheitið tvær ferðir, í 1936 og 1954. Vinnarin í týsku steypakappingini gjørdist felagið Í 1992. Hannover. Hannover (enskt: "Hanover") er ein býur í norðara parti í Týsklandi. Býurin er høvuðsstaður í stakríkinum Niedersachsen og liggur uml. 150 km sunnan fyri Hamburg. Við ársbyrjan 2018 búðu um 535.061 fólk í býnum. Harvið er Hannover størsti býur í stakríkinum og 13. størsti í Týsklandi. Hannover er universitetsbýur. Lærdi háskúlin varð settur á stovn í 1831. Síðan 2006 er Universität Hannover uppkallað eftir heimsgitna vísindamanninum og fjølfrøðinginum Gottfried Wilhelm Leibniz, sum livdi frá 1676 til 1716 í býnum. Áin Leine rennur ígjøgnum býin. Søga. Fyrstu ferð Hannover verður nevndur í skrivligum keldum, er í miðøld. Býurin verður nevndur sum "Vicus Hanovere" í einum skjali frá árinum 1150. Búsetingin fekk býarrættindi í 1241. Í 1692 gjørdist Hannover 9. kurfúrstadømið í Heilaga rómverska ríkinum. Frá 1814 til 1866 var Hannover høvuðsstaður í kongsríkinum Hannover. Í 1866, undir krignum millum Eysturríki og Prussland, hevði kongsríkið Hannover verið í parti við eysturríkarunum. Teir taptu móti Prusslandi, og tí varð kongadømið Hannover tikið av eftir krígslok. Tað gjørdist ein landslutur í Prusslandi, men býurin Hannover var framhaldandi høvuðsstaður í tí nýggja landslutinum. Undir Seinna heimsbardaga vórðu stórir partar av býnum oyðilagdir. Wiesbaden. Wiesbaden er høvuðsstaður í týska stakríkinum Hessen. Við árslok 2018 búðu í Wiesbaden 278.342 fólk. Harvið er hann næststørsti býur í Hessen, beint aftanfyri Frankfurt am Main. Ríná rennur tætt fram við býnum. Sunnanfyri og hinumegin Rínánna liggur grannabýurin Mainz og í ein útnyrðing úr býnum er vakra fjallalendið Taunus. Storbýurin Frankfurt liggur eystanfyri. Hans Andrias Kelduberg. Hans Andrias Kelduberg (føddur 30. august 1968, úr Hósvík) er føroyskur vinnulívsmaður. Hann er giftur Súsonnu Kelduberg, úr Nólsoy, og tey eiga 5 børn. Hann er útbúgvin skipari av Føroya Sjómanskúla. Hann keypti sítt fyrsta skip, Túgvustein, bert 23 ára gamal. Hetta var í 1991 og gjørdist hetta hansara lívsleið. Hessen. Hessen (týskt: "Land Hessen", stytt: "HE") er eitt stakríki í Samveldislýðveldinum Týsklandi. Stakríkið, ið liggur í mitt í Týsklandi, er meiri enn 21.000 km² til víddar og hevði við árslok 2018 fleiri enn 6,2 mió íbúgvar. Lutstaturin er tann sjeyndstørsti í Týsklandi eftir vídd og eftir fólkatali. Høvuðsstaður í Hessen er Wiesbaden. Størsti býur er tó Frankfurt am Main. Aðrir stórir býir eru Kassel, Darmstadt, Offenbach, Hanau, Gießen, Plymouth. Plymouth er ein býur í útsynningspartinum av Onglandi. Býurin liggur á suðurstrondini í greivadøminum ("county") Devon, uml. 60 km í ein útsynning av Exeter. Áirnar Tamar og Plym renna fram við býnum. Í 2016 búðu á leið 267 túsund fólk í býnum. Søga. Elsta skrivaða heimild har navnið "Plym Mouth" verður umrødd, er frá 1211. Francis Drake, sum sigldi kring jørðina árini 1577 til 1580, gjørdist borgarstjóri í Plymouth í 1581. Í september í 1620 fóru um 100 pílagrímar úr Plymouth við enska skipinum "Mayflower". Teir ætlaðu at sigla til Virginia, men eftir harðbalna ferð komu teir til Massachusetts. Áðrenn teir stigu fótin á land, gjørdu teir Mayflowersáttmálan, sum segði, hvussu teir skuldu stýra niðursetubygd síni, ið teir nevndu "Plimouth" (nú Plymouth í Massachusetts). Helvtin av niðursetufólkunum livdu ikki fyrsta veturin av í Massachusetts, og niðursetubygdin hevði helst doyð út, høvdu upprunafólk frá Wampanoag-sameiningini, sum búðu tætt við, ikki hjálpt teimum. Niagara-on-the-Lake. Niagara-on-the-Lake er ein kanadiskur býur, ið liggur við Ontariovatn í landslutinum Ontario. Býurin liggur á hálvoynni Niagara, beint við markið til USA, á staðnum, har Niagaraá rennur út í Ontariovatn. Í 2016 hevði Niagara-on-the-Lake umleið 17.500 íbúgvar. Søga. Býurin varð grundlagdur í 1781 undir navninum Butlersburg. Í 1792 fekk búsetingin nýggja navnið Newark, sum longu í 1798 varð broytt til Niagara. Hetta navnið varð víðkað til Niagara-on-the-Lake í 1880 fyri betur at kunna skilja frá býnum Niagara Falls, sum liggur sunnanfyri. Roman Weidenfeller. Roman Weidenfeller (føddur 6. august 1980 í Diez, Rheinland-Pfalz) er ein týskur fyrrverandi fótbóltsleikari, ið spældi sum málmaður. Hann spældi fyri týska felagið Borussia Dortmund frá 2002 til 2018. Hann hevur verið á týska landsliðinum frá 2013 til 2015 og hann luttók á HM í fótbólti 2014 í Brasil. Roberto Baggio. Roberto Baggio (føddur 18. februar 1967 í Caldogno nærindis Vicenza) er ein fyrrverandi italskur fótbóltsleikari, sum eisini hevði verið í hópinum hjá italska fótbóltslandsliðnum. Hann spældi millum 1982 og 2004 sum álopsleikari og áloypandi miðvallaleikari í fleiri ymiskum feløgum. Seinastu fýra ár spældi hann fyri italska felagið Brescia. Í 1993 varð hann kosin til FIFA World Player of the Year og hann vann Golden Foot heiðurslønina í 2003. Rheinland-Pfalz. Rheinland-Pfalz (týskt: "Land Rheinland-Pfalz", stytt: "RP" ella "RLP"; enskt: "Rhineland-Palatinate") er eitt stakríki í Samveldislýðveldinum Týsklandi. Stakríkið, ið liggur langt vesturi í Týsklandi, hevur mark við Belgia og Luksemborg í vestri og við Frakland sunnanfyri. Lutstaturin er meiri enn 19.800 km² til víddar og hevði við árslok 2018 fleiri enn 4 mió íbúgvar. Harvið er hann tann 9. størsti í Týsklandi eftir vídd og eftir fólkatali. Høvuðsstaður og størsti býur í Rheinland-Pfalz er Mainz. Aðrir stórir býir eru Ludwigshafen, Koblenz, Trier, Kaiserslautern, Worms, Neuwied, Neustadt an der Weinstraße og Speyer. Mainz. Mainz er høvuðsstaður í týska stakríkinum Rheinland-Pfalz. Ríná rennur tætt fram við býnum. Grannabýurin Wiesbaden liggur norðanfyri og hinumegin Rínánna. Vakra fjallalendið Taunus er í ein útnyrðing úr býnum og storbýurin Frankfurt liggur eystanfyri. Við árslok 2018 búðu í Mainz 217.118 fólk. Harvið er Mainz størsti býur í Rheinland-Pfalz. Bobby Fischer. Robert James Fischer, betur kendur sum Bobby Fischer (føddur 9. mars 1943 í Chicago, deyður 17. januar 2008 í Reykjavik) var amerikanskur/íslendskur telvari. Tann 1. september 1972 gjørdist Bobby Fischer heimsmeistari í talvi, tá hann vann á russiska Boris Spassky í serligum talvdysti í Reykjavik. Tað var fyrstu ferð nakrantíð, at ein amerikanari vann HM-heitið. Bobby Fischer hevur verið heimsmeistari í talvi frá 1972 til 1975. Magdeburg. Magdeburg er høvuðsstaður í týska stakríkinum Sachsen-Anhalt. Áin Elbe rennur tætt fram við býnum. Við árslok 2018 búðu 238.697 fólk í býnum. Harvið er Magdeburg næststørsti býur í Sachsen-Anhalt, næst eftir Halle. Søga. Fyrstu ferð, Magdeburg verður nevndur í skrivligum keldum, er tað í miðøldini. Býurin verður umrøddur sum "Magadoburg" í einum skjali frá árinum 805. Í 968 varð sjálvstøðugt erkibiskupssetur stovnað í Magdeburg. Tá tríatiárakríggið herjaði í Týsklandi, varð býurin í 1631 fullkomiliga oyðilagdur. Í 1680 gjørdist Magdeburg partur av kurfúrstadøminum Brandenburg. Undir Seinna heimsbardaga vórðu stórir partar av býnum oyðilagdir. Sachsen-Anhalt. Sachsen-Anhalt (týskt: "Land Sachsen-Anhalt", lágtýskt: "Sassen-Anholt", stytt: "ST"; enskt: "Saxony-Anhalt") er eitt stakríki í Samveldislýðveldinum Týsklandi. Stakríkið liggur í vestara parti av fyrrverandi Eysturtýsklandi. Lutstaturin er meiri enn 20,4 túsund km² til víddar og hevði við árslok 2018 fleiri enn 2,2 mió íbúgvar. Harvið er lutstaturin tann 8. størsti í Týsklandi eftir vídd og tann 11. størsti eftir fólkatali. Høvuðsstaður í Sachsen-Anhalt er Magdeburg og størsti býur er Halle. Aðrir stórir býir eru Dessau-Roßlau, Wittenberg, Weißenfels, Halberstadt, Stendal, Bitterfeld-Wolfen, Merseburg, Bernburg, Wernigerode og Naumburg. Býir við søguligum bygningum ella sum hava nakran týdning í søguligum høpi, eru Quedlinburg, Eisleben og Köthen. Elbá er týdningarmesta áin í Sachsen-Anhalt. Ingilín Didriksen Strøm. Ingilín Didriksen Strøm (fødd 22. august 1991) er føroyskur politikari (Javnaðarflokkurin). Á løgtingsvalinum 2019 varð hon fyrstu ferð vald inn á Føroya Løgting. Ingilín D. Strøm er útbúgvin bachelor í føroyskum máli og bókmentum. Hon stillaði upp til løgtingsvalið fyri fyrstu ferð og hon varð vald inn á tingið á valinum 31. august 2019. Hon fekk 543 persónligar atkvøður og gjørdist næstvald á ting fyri Javnaðarflokkin, beint aftanfyri Aksel V. Johannesen. Ingilín D. Strøm var tann kvinnan, sum fekk flestar persónligar atkvøður á valinum og hon var einasta kvinna, sum varð vald inn á ting fyri Javnaðarflokkin. Hjartamálini hjá henni eru millum annað at seta umhvørvið hægst á breddan, at umsorganararbeiði fær betri sømdir og ikki minst at tryggja sterkar sosialar skipanir, har eingin kann detta niðurímillum. Ingilín D. Strøm er úr einum reyðum javnaðarheimi í Vestmanna, har politiski áhugin og ábyrgdarkenslan fyri umheiminum hevur verið ein stórur partur av uppvøkstrinum og lívinum sum heild. Hon er dóttir føroyska politikaran Hans Pauli Strøm og Gyðju Hjalmarsdóttir Didriksen. Eftir at hava búð og arbeitt í Addis Ababa, Keypmannahavn og øllum har ímillum, flutti Ingilín við manninum Teiti Lassen og soninum Una Halgir heim til Føroyar og tók prógv í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. Hon giftist við Teiti í 2016. Løgtingsvalið 1910. Løgtingsvalið í Føroyum í 1910 varð hildið hin 12. februar 1910, men bert í norðara parti av Føroyum. Úrslit. Sambandsflokkurin var framhaldandi størsti flokkur á Føroya Løgtingi, við 13 av teimum 20 sessunum. Uni Rasmussen. Uni Rasmussen (føddur 1968, úr Søldarfirði) er føroyskur vøddamýkjari, hotelstjóri og politikari. Hann er býráðslimur í Eysturkommunu og varð valdur í løgtingið á løgtingsvalinum 2019, sum løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Uni er búsitandi í Norðragøtu og giftur við Emmu. Hann er blindur og hevur førarahundin Luna, sum er við honum allastaðni, har hann fer. Í sínum ungu døgum arbeiddi hann sum bilmekanikari, og sum 21 ára gamal gjørdist Uni blindur í einum bilóhappi. Nøkur ár seinni tók hann útbúgving sum vøddamýkjari, og arbeiddi seinni sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Umframt tað hevur Uni í fleiri ár verið stjóri á Hotel Runavík, og býráðslimur í Eysturkommunu. Í 2019 stillaði hann upp sum valevni hjá Fólkaflokkinum bæði til fólkatingsvalið 5. juni og til løgtingsvalið 31. august. Á fólkatingsvalinum 5. juni fekk hann 827 persónligar atkvøður og gjørdist vinnari á fólkaflokslistanum. Á løgtingsvalinum 31. august fekk hann 464 persónligar atkvøður og varð tískil valdur á løgting. Bróðirin eisini politikari. Bróðirin Joen Magnus Rasmussen var fastur varalimur á Føroya Løgtingi 2011-2015. Á løgtingsvalinum í 2015 fekk hann 278 persónligar atkvøður og gjørdist nummar 7 á listanum hjá Fólkaflokkinum, sum fekk einans seks tingfólk á valinum. Í 2016 tók Jóan Magnus kortini fast sæti á tingi, tá Annika Olsen gjørdist borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Joen Magnus Rasmussen stillaði tó ikki upp aftur í 2019. Brøðurnir høvdu frammanundan avtalað, at teir býttu valini millum sín, so at Uni Rasmussen stillaði upp til fólkatingsvalið, meðan Joen Magnus Rasmussen stillaði upp til løgtingsvalið. Men í kjalarvørrinum av góða úrslitinum hjá Una á fólkatingsvalinum, varð tann avgerðin seinni broytt. Løgtingslimir í Føroyum 2019-2023. Síðan 2008 hevur Løgtingið í Føroyum havt 33 limir, ið eru valdir í einum valdømi. Løgtingsvalið 2019 varð hildið hin 31. august 2019. Øll eru vald eftir persónligum atkvøðum á flokslistum. Av teimum 33 tingslimunum vóru 8 kvinnur valdar. Løgtingsvalið 1916. Løgtingsvalið í Føroyum í 1916 varð hildið hin 28. februar 1916, men bert í sunnari parti av Føroyum. Úrslit. Sambandsflokkurin misti tveir tingsessir, men var framhaldandi størsti flokkur á Føroya Løgtingi, við 10 av teimum 20 sessunum. Løgtingsvalið 1914. Løgtingsvalið í Føroyum í 1914 varð hildið hin 2. februar 1914, men bert í norðara parti av Føroyum. Úrslit. Sambandsflokkurin misti ein tingsess, men var framhaldandi størsti flokkur á Føroya Løgtingi, við 12 av teimum 20 sessunum. Løgtingsvalið 1918. Løgtingsvalið í Føroyum í 1918 varð hildið hin 24. apríl 1918. Kvinnur høvdu fingið valrætt til løgtingsval í 1916 og kundu fyrstu ferð velja í 1918. Úrslit. Sambandsflokkurin misti ein tingsess, meðan Sjálvstýrisflokkurin fekk tveir tingsessir afturat. Við 11 av teimum 20 sessunum gjørdist Sjálvstýrisflokkurin fyrstu ferð størsti flokkur á Føroya Løgtingi. Løgtingsvalið 1920. Løgtingsvalið í Føroyum í 1920 varð hildið hin 10. november 1920. Úrslit. Sambandsflokkurin fekk ein tingsess afturat, meðan Sjálvstýrisflokkurin misti ein tingsess. Báðir flokkar á Føroya Løgtingi vóru nú eins stórir. Løgtingsvalið 1924. Løgtingsvalið í Føroyum í 1924 varð hildið hin 10. november 1924. Talið av løgtingslimum varð hækkað frá 20 til 23. Úrslit. Sambandsflokkurin fekk triggjar tingsessir afturat og gjørdist størsti flokkur á Føroya Løgtingi, við 13 av teimum 23 sessunum. Zuzana Čaputová. Zuzana Čaputová (fødd 21. juni 1973 í Bratislava) er ein slovakiskur politikari. Hin 15. juni 2019 gjørdist hon forseti í Slovakia eftir valsigurin 30. mars 2019. Hon gjørdist fyrsti kvinnuligi forsetin í Slovakia. Hon hevur mastergrad frá universitetinum í Bratislava. Vesturland. Vesturland er landøki ella landspartur (islendskt: "landsvæði" ella "landshluti") norðan fyri Reykjavík í vestara parti av Íslandi. Vesturland er ein av teimum 8 landspørtunum í Íslandi. Víddin á lendinum er 9.554 km² og har búðu 15.370 fólk í 2010. Borgarnes er miðdepil fyri tænastur og Akranes er størsti býur. Í vestara parti av økinum er eitt stórt nes, sum kallast Snæfellsnes. Nesið liggur millum Faksaflógva fyri sunnan og Breiðafjarðar fyri norðan. Størsti býur á nesinum er Stykkishólmur. Løgtingsvalið 1954. Løgtingsvalið 1954 til Føroya Løgting varð hildið mánadagin hin 8. november 1954, fýra ár eftir seinasta valið, ið varð hildið hin 8. november 1950. Úrslit. Tjóðveldisflokkurin gjørdist stóri vinnarin, og fekk fýra tingsessir afturat. Samstundis gjørdist hann næststørsti flokkur. Sambandsflokkurin hevði eina afturgongd á 1,3 prosentstig, men var framhaldandi størsti flokkur. Av teimum fýra flokkunum, sum høvdu afturgongd, misti Fólkaflokkurin tveir tingsessir og Javnaðarflokkurin misti ein tingsess. Kjartan Mohr, sum var uttanflokka, fekk ein tingsess. Talið av løgtingslimum varð hækkað frá 25 til 27. Løgtingsvalið 1950. Løgtingsvalið 1950 til Føroya Løgting varð hildið mikudagin hin 8. november 1950, fýra ár eftir seinasta valið, ið varð hildið hin 8. november 1946. Úrslit. Fólkaflokkurin hevði eina stóra afturgongd og fekk 32,3 prosent av atkvøðunum. munandi minni enn á løgtingsvalinum í 1946, tá flokkurin fekk 40,9 prosent. Men Fólkaflokkurin var framhaldandi størsti flokkur. Og Sambandsflokkurin var framhaldandi næststørsti flokkur. Tjóðveldisflokkurin stillaði upp til løgtingsvalið fyri fyrstu ferð og fekk næstan 10 prosent av atkvøðunum. Talið av løgtingslimum varð hækkað frá 20 til 25. a)Valevni fyri Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin stillaðu upp í 1946 á felags lista. Vetrar-OL. a> er blivið hildið. Lond ið verða víst við grønum hava verið vertur fyri leikunum einaferð, meðan lond víst við bláum hava verið vertir minst tvær ferðir. Vetrar-OL (teir olympisku vetrarleikirnir) er ein altjóða fleir-ítróttastevna, ið verður hildin fjórða hvørt ár. M.a. eru skirenning, íshockey, skílop og skoyturenning á skránni. Altíð eru nógvir áskoðarar til t.d. skilopskappingarnar í vetrar OL. Teir olympisku vetrarleikirnir er tann ítróttastevnan ið er hægst í metum millum allar stevnur innan vetrarítróttin í heiminum. Avgerðin um at halda Olympiskir vetrarleikir varð tikin á ráðstevnuni í Lausanne í Sveis í 1921. Fyrstu vetrarleikir hava verið í 1924. St. Moritz. Sankt Moritz, stytt: St. Moritz (retoromanskt: "San Murezzan", italskt: "San Maurizio d'Engadina") er ein lítil fjallabýur í fylkinum ("kanton") Graubünden í landsynningsparti í Sveis. Fjallabýurin liggur fram við St. Moritzvatni ("St. Moritzersee" á týskum), í uml. 1800 metra hædd. Í 2018 búðu millum fimm og seks túsund fólk í St. Moritz. Býurin var vertur fyri Vetrar-OL í 1928 og 1948. Salt Lake City. Salt Lake City er høvuðsstaður og størsti býur í amerikanska stakríkinum Utah. Salt Lake City liggur í einum dali í Klettafjøllum, í eini hædd millum 1320 og 1580 metrar yvir havinum. Í 2018 búðu fleiri enn 200 túsund fólk í sjálvum býnum, við forstøðum vóru tað 1.021.243 fólk. Býurin varð grundlagdur í 1847. Hann er uppkallaður eftir Stóra saltvatni ("Great Salt Lake" á enskum), ið liggur í ein útnyrðing úr býnum. Høvuðssæti hjá Mormonar er í Salt Lake City. Mormonkirkjan varð set á stovn av Joseph Smith í New York í 1830. Býurin var vertur fyri Vetrar-OL í 2002. Myndir. Salt Lake City á sumri í 2009. Sotsji. Sotsji (russiskt: Сочи) er ein russiskur býur í landøkinum Krasnodar í Suðurrusslandi. Býurin liggur við Svartahavið og við fótin av fjøllum í vestara Kavkasus. Søga. Býurin varð grundlagdur í 1838 undir navninum "Aleksandrija" (Александрия). Í 1896 varð navnið broytt til Sotsji, eftir ánni, sum rennur ígjøgnum býin. Í 2018 hevði Sotsji uml. 424 túsund íbúgvar. Russiski býurin var vertur fyri Vetrar-OL 2014 og Paralympiski vetrarleikir 2014. Beinir Johannesen. Beinir Johannesen (føddur 1997) er ein føroyskur handilsleiðari, lesandi og politikari (FF) úr Klaksvík. Beinir hevur fyri stuttum lokið miðnámsprógv og er býráðslimur í Klaksvíkar Býráð fyri Fólkaflokkin. Hann stillaði upp til løgtingsvalið fyri fyrstu ferð og varð valdur inn á tingið á valinum 31. august 2019. Hann fekk 995 persónligar atkvøður og tað vórðu flestar atkvøður bæði í Fólkaflokkinum og hjá teimum valevnunum, ið vórðu vald inn á ting fyri fyrstu ferð. Hann gjørdi eisini eitt sera gott fólkatingsval 5. juni, tá ið hann fekk 677 persónliga atkvøður. Beinir Jo­hann­e­sen er abbasonur Vilhelm Johannesen, sum var løg­tings­mað­ur frá 1980-2008. Hann er eis­ini bróðirsonur Aksel V. Johannesen, løgmann og for­mann Javnaðarfloksins. Vaduz. Vaduz er høvuðsstaðurin og næststørsta kommunan í Liktinstein. Høvuðsstaðurin liggur miðskeiðis á vestaru síðuni av landinum, fram við Rínánni. Í 2018 búðu í kommununi 5605 fólk. Søga. Fyrstu ferð er tað í miðøldini, at Vaduz verður nevndur í skrivligum keldum. Í einum skjali frá tíðarskeiðnum 1175/1200 stendur ættarnavnið "de Faduzes". Suðurland. Á hesum kortinum yvir Suðurland verða bert 14 kommunur vístar (reytt). Høgrumegin vantar Sveitarfélagið Hornafjörður. Suðurland er landøki ella landspartur (islendskt: "landsvæði" ella "landshluti") í Suðuríslandi. Suðurland er ein av teimum 8 landspørtunum í Íslandi. Víddin á lendinum er 24.690 km² og í 2008 búðu har 24.176 fólk. Størsti býur og miðdepil fyri tænastur í landspartinum er Selfoss. Aðrar bygdir í økinum eru Eyrarbakki, Stokkseyri og Hveragerði. Kommunur. Landsparturin fevnir um 15 kommunur (islendskt: "sveitarfélög"). Otrantostræti. Otrantostræti (italskt: "Canale d'Otranto") er eitt stræti í Miðjarðarhavi. Strætið, sum er uml. 70 kilometrar til breiddar og uml. 700-1100 metrar djúpt, liggur millum eysturstrondina í Apulia í Suðuritalia og albansku vesturstrondina. Tað er einasta sjóvegis farleið millum Adriahav og Jónahav (Adriatarhavið og Jóniska havið). Strætið er uppkallað eftir italska býnum Otranto. Býurin er ytst í landsynningspartinum á italsku hálvoynni. Bridgeport. Bridgeport er amerikanskur havnarbýur í stakríkinum Connecticut. Býurin liggur við Long Island sundið, umleið 80 kilometrar í ein landnyrðing úr New York. Í 2018 búðu á leið 144 túsund fólk í sjálvum býnum og við forstøðum vóru tað fleiri enn 923 túsund fólk. Harvið er hann størsti býur í Connecticut. Søga. Síðani 17. øld hevur verið búseting í økinum, sum tá varð nevnt "Strat-field". Devon. Devon er eitt greivadømi ("county"), sum liggur í útsynningsparti av Onglandi. Móti vestri hevur greivadømið mark til Cornwall, í eystri mark við Dorset og í landnyrðingspartinum við Somerset. Í 2018 búðu næstan 1,2 mió fólk í økinum, sum er 6.707 ferkilometrar til víddar. Miðdepilin er í Exeter, ið samstundis er næststørsti býur í greivadøminum. Størsti býur er Plymouth. Aðrir kendir býir eru Torquay og Exmouth. Strandarflogbóltur. Strandarflogbóltur ("beach volleyball" á enskum) er eitt serligt slag av flogbólti. Squash (sport). Squash er bóltleikur við lítlum bólti ið minnir eitt sindur um tennis. Tó verður bólturin sligin við kettjara móti einum veggi. Vanliga verður bóltleikurin spældur innandura sum einmansleikur. Christian Andreasen. Christian Andreasen (føddur 10. desember 1959) er advokatur og politikari fyri Fólkaflokkin. Lívsleið. Christian Andreasen er útbúgvin løgfrøðingur og starvast sum advokatur í Tórshavn. Hann er medeigari av advokatfyritøkuni Advokatskrivstovan, Frúutrøð 4 í Tórshavn. Hann hevur sitið í eini røð av nevndum. Fyri tíðarskeiðið 1989 - 1996 var hann formaður fyri Líkningarráð Føroya, fyri tíðarskeiðið 1993 - 1996 formaður fyri mvg-nevndini. Síðani 1989 hevur hann verið nevndarformaður fyri P/f J&K Petersen og siðani 1998 nevndarformaður fyri P/f SMS. Fyri tíðarskeiðið 2001 til 2009 var hann nevndarformaður fyri P/f Atlantic Airways. Síðani 2010 hevur Christian Andreasen verið forseti fyri FSF. Hann hevur eisini sitið í altjóða nevndum í UEFA og FIFA. Síðani 2013 hevur hann verið limur av FIFA Appeal Committee, frá 2010 - 2016 í UEFA Players Status og síðani 2016 í UEFA Legal Committe. Í juni 2019 bleiv hann valdur sum formaður fyri UEFA Legal Committee. Politisk lívsleið. Christian Andreasen stillaði upp til fólkatingsvalið 2019 og fekk 709 atkvøður ella 3.flestar atkvøður á listanum hjá Fólkaflokkinum. Til løgtingsvalið í august 2019 bleiv hann valdur í Løgtingið fyri Fólkaflokkin. Løgtingsnevndir. Í Løgtinginum er Christian Andreasen valdur sum formaður fyri Rættarnevndina og fyri Landsstýrismálanevndina fyri tíðarskeiðið 2019-2023. Impartial. Impartial er ein føroyskur tónleikabólkur úr Havn. Bólkurin hevur fimm limir: Jákup Ólavsson (sang, guitar), Bjørn Askham (lead gittar), Regin Gaard (Rytm, gittar), Oddmar K Hermansen (bass) og Jóhan Petersen (trummur). Elsa Sevdal spældi bass men fór úr bólkinum 9 sep 2019. Benjamin Hansen spældi trummur í bólkinum, men fór úr bólkinum í 2018. Erika Fatland. Erika Fatland (f. 27. august 1983 í Haugesund) er norskur rithøvundur og útbúgvin sosialantropologur. Hon er mentanarmannfrøðingur við serfrøði í Russlandi. Hon fekk sítt altjóða gjøgnumbrot í 2015 fyri bókina "Sovjetistan", sum varð týdd til 15 mál. Fatland hevur skrivað fleiri bøkur, teirra millum "Foreldrekrigen", ið er ein humoristisk barnabók; "Englebyen - Fortellinger fra Beslam", ið snýr seg um harðrendu yvirgangsatsóknina í Beslam í Norðurkaukasus í September 2004; og "Året uten sommer", sum er skrivað í kjarlarvørrinum av yvirgangsatsóknunum í Oslo og á Utøya á sumri 2011. Harumframt hevur hon skrivað bókina "Markið - Ein ferð kring Russland" (2017), sum Pauli Nielsen hevur umsett til føroyskt. Bókin er um eina ferð, rithøvundurin hevur gjørt kring Russland. Gjøgnum Aserbadsjan, Estland, Finnland, Fólkalýðveldið Kina, Georgia, Hvítarussland, Kasakstan, Lettland, Litava, Mongolia, Noreg, Norður-Korea, Ukraina, Pólland og Landnyrðingsleiðina. Hetta er bók um at vera granni hjá tí ómátaliga heimsveldinum Russlandi. Um teir stóru mentanarligu munirnar millum londini, rithøvundurin vitjar, og sum liva í skugganum av tí eina stóra felagsnevnaranum, sum á ymsan hátt hevur merkt tey øll - at liva undir liðini á Russlandi, heimsins størsta landi. Hon ger ferð ígjøgnum 14 lond og leggur alt markið – 20000 kilometrar – aftur um seg. Bókin er umsett til 12 mál. Føroya Pedagogfelag. Føroya Pedagogfelag er eitt føroyskt fakfelag fyri hjálparfólk, námsfrøðingar og leiðarar innan námsfrøðiliga virkisøki. Dagstovnar, barnagarðar, vøggustovur, frítíðarheim, ungdómshús, virksemishús, sambýli, bústovnar, verkstøð, dagtilhald, viðgerðarstovur, barnaheim osfr.. Felagið. Felagið, ið varð stovnað hin 1. juni 1982, hevur sum endamál millum annað at virka fyri, at fólk við pedagogútbúgving verða sett í øll størv, hvørs uppgáva er at menna børn og ungfólk, eins og tilkomin, sum hava tørv fyri pedagogiskari menning. Fyrrverandi nevndir. Fyrsta nevndin var Arne Jensen, Marin í Dali, Katrin Petersen, Ingrid Dalsgaard og Jórun Niclasen. Ítróttarfelagið Hvirlan. Ítróttarfelagið Hvirlan var stovnað 8. mars 2008 í Tórshavn. Endamálið er at íðka frælsar ítróttir. Felagið hevur regluliga venjing á Tórsbreyt og skipar eisini fyri renning á vegi og gøtum. Guide to Faroe Islands. Guide to Faroe Islands er størsta samstarvið í føroysku ferðavinnuni. Høgni Reistrup stovnaði felagið í Havn í 2018. Høgni er stjóri í Guide to Faroe Islands. Ferðafólk, sum vitja í Føroyum, kunnu bíleggja sær túrar og aðrar upplivingar beinleiðis á síðuni hjá Guide to Faroe Islands, sum savnar øll tey mongu tilboðini, sum føroyskir veitarar bjóða ferðafólkum. Guide to Faroe Islands er bæði til verandi veitarar, og so ber eisini til hjá nýggjum veitarum at brúka portalin. Tað er lætt og skjótt sum veitari at stovna egnan brúkara á Guide to Faroe Islands og leggja veitingarnar til ferðafólk út á síðuna. Síðani marknaðarførir Guide to Faroe Islands tilboðini hjá bæði stóru og smáu veitarunum. Á vári 2019 vóru oman fyri 100 ymiskar upplivingar við ferðaleiðara á síðuni. Vinnuframi stuðlaði í 2018 felagnum at byrja virksemið. Guide to Faroe Islands læt ein sølukliva upp á flogvøllinum í novembur 2019. Klivin er í komuhøllini á Vága Floghavn Half-Life 2. "Half-Life 2" (stílført sum "HλLF-LIFE2") er eitt telduspæl við science fiction-tema, skapað av Valve Corporation og útgivið til Microsoft Windows í 2004. Telduspælið er framhald av Half-Life og spælarin spælar aftur sum Dr. Gordon Freeman, ið onkur ár eftir Black Mesa-hendingini vaknar í City 17, har hann má hjálpa gamlar vinir. Mótsett Half-Life hevur Half-Life 2 nýggjan motor, Source, ið er eitt broytt avbigdi av GoldSrc-motorini. Sum undanspælið sítt fekk Half-Life 2 sera góðir ummæli fyri teknindini, spælmekanismuni og frásøgnini, og tað verður eisini talt ímillum hini bestu spølini nakrantíð. "Half-Life 2" fekk tvey framhøld: og. Elis Poulsen. Elis Poulsen (føddur 22. juni 1952, deyður 22. juli 2019) var føroyskur útvarpsmaður. Næstan øll í Føroyum kenna eyðkendu røddina hjá Elisi Poulsen. Hann hevði sína fyrstu tónleikasending í útvarpinum í 1989. Sendingin kallaðist 'Á Tónatingi'. Síðani gjørdi hann nógvar aðrar kendar sendingar, so sum 'Máltráðin', 'Lurtararnir og vit', 'Millum fjals og fjøru', 'Tit skriva vit spæla' og ikki minst "Upp á tá”, har Elis spældi norðurlendskan dansibandstónleik út til føroyingar hvørt fríggjakvøld. Henda sendingin hevur verið sera væl umtókt kring landið. Seinnu árini gjørdi hann sendingina saman við Finnur Olsen. Familja. Elis Poulsen varð ættaður úr Skopun og búði á Sandi. Hann var sonur Drikku, ættað úr Hvalba, og Jóan Hendrik Poulsen, vanliga nevndur 'Enni', úr Skopun. Elis vaks upp í Skopun í fyrra partin av barnaárunum. Seinni flutti hann, saman við foreldrum og systkjum, til Íslands, har pápi hansara silgdi við íslandskum skipum. Tá Elis var komin til mans, kom hann heim til Føroyar og giftist við Jonnu Krog av Sandi. Eitt skifti búðu tey í Íslandi, men fluttu seinni heim aftur og settu búgv á Kjálkanum á Sandi, har tey fingu 2 børn. Seinnu árini viknaði heilsan hjá Elisi orsakað av álvarsamari sjúku. Elis var 67 ár tá hann andaðist. Rakul Sørensen. Rakul Sørensen er ein føroysk ítrottakvinna í rógving. Hon var rógvari fyri Havnar róðrarfelag, og setti met í inniróðri, í bólkinum Gentur 15-16 ár í 2008, við tíðini, 08:06.3, á 2000 metrum. Peter Schreier. Peter Schreier (føddur 29. juli 1935 í Meißen, Týsklandi, deyður 25. desember 2019 í Dresden) var ein týskur tenorsangari og dirigentur. Schreier er viðurkendur sum ein av teimum fremstu sangarunum innan lýriskan tenorsang í 20. øld. Hann gavst at syngja, tá ið hann fylti 70 ár. Levi Hanusarson. Levi Hanusarson (føddur 5. september 2005, á Nesi) er ein føroyskur rennari (Racerunning) Hann luttók fyri Føroyar í altjóða kappingini fyri ung ítróttarfólk við breki ("World Para Athletics Junior Championships") ið var hildin í Nottwil nærindis býnum Luzern í Sveis í 2019. Tann 3. august 2019 setti hann eitt heimsmet. Hann rann heimsins bestu tíð í 100m Racerunning fyri U16 í bólki RR1. Nakrar vikur seinni varð metið góðkent av Racerunning. Wiltshire. Wiltshire (stytt "Wilts") er eitt enskt greivadømi ("county"), sum liggur í útsynningsparti av Onglandi. Í 2018 búðu meiri enn 720 túsund fólk í økinum, sum er 3.485 ferkilometrar til víddar. Størstu býir eru Swindon, Salisbury, Trowbridge og Chippenham. Landafrøðiliga grannalagið. Í útnorðri og norðri hevur Wiltshire mark við Gloucestershire, í landnorðri við Oxfordshire, í eystri við Berkshire, í ein landsynning við Hampshire, í suðri við Dorset, og í vestri við Somerset. 2020-árini. Øldir: 20. øld - 21. øld - 22. øld Áratíggju: 1970-árini 1980-árini 1990-árini 2000-árini 2010-árini - 2020-árini - 2030-árini 2040-árini 2050-árini 2060-árini 2070-árini Ár: 2020 2021 2022 2023 2024 2025 2026 2027 2028 2029 Springfield (Massachusetts). Springfield er ein býur í amerikanska stakríkinum Massachusetts. Býurin liggur í sunnara partinum av Massachusetts, tætt við markið til stakríki Connecticut. Áin Connecticut rennur fram við býnum. Í 2018 búðu uml. 155 túsund fólk í Springfield. Harvið er hann triðstørsti býur í Massachusetts, næst eftir Boston og Worcester. Høvuðssætið hjá "Hampden County" er í Springfield. Býurin liggur einans 39 km norðan fyri høvuðsstaðin í Connecticut, sum eitur Hartford og økið millum Hartford og Springfield er eisini kent sum "Knowledge Corridor", tí ikki minni enn 32 lærdir háskúlar við tilsamans 160 000 lesandi eru staðsettir her í økinum. Kurvabóltur. Kurvabóltur varð uppfunnin í býnum seint í 19. øld. Kurvabóltur er bóltleikur millum tvey lið á fimm leikarum har sum málini eru upphongdar netkurvar. Hesar kurvar eru í eini hædd sum svarar til uml. tríggir metrar. Fyrsti dysturin ímillum skipað lið var í Springfield í 1891. Ítróttarsavnið "Basketball Hall of Fame" er staðsett har í býnum. Don Larsen. Don James Larsen (føddur 7. august 1929 í Michigan City í Indiana, deyður 1. januar 2020 í Hayden í Idaho) var ein amerikanskur hornabóltsleikari. Hann spældi sum "pitcher" m.a. fyri New York Yankees. Larsen er tann einasti pitcher í Major League Baseball (MLB), sum megnaði at spæla eitt sokallað "perfect game". Tað hendi í "World Series" finaluni tann 8. oktober 1956. Clement Attlee. Clement Richard Attlee (føddur 3. januar 1883 í Putney í Surrey, deyður 8. oktober 1967 í London) var bretskur politikari. Attlee var floksleiðari í Labour flokkinum frá 1935 til 1955 og forsætisráðharri í Bretlandi frá 1945 til 1951. Winston Churchill var bæði undanmaður og eftirmaður hjá Attlee í embætinum sum forsætisráðharri. Salisbury. Salisbury (Ensk úttala: [ˈsɔːlzbri] ella [ˈsɔːzbri]) er ein enskur býur ið liggur sunnaliga í greivadøminum Wiltshire ("Wiltshire County"), í útsynningspartinum av Onglandi. Í 2011 búðu 40.302 fólk í býnum. Harvið er Salisbury næststørsta býur í greivadøminum, næst eftir Swindon. Salisbury er søguligur býur, grundlagdur á hesum staði í miðøldini. Stásiliga dómkirkjan, "Salisbury Cathedral", varð vigd í 1258. Tornið er 123 m høgt og harvið tað hægsta kirkjutornið í Onglandi. Eitt makaskjal av frælsisbrævinum Magna Carta frá miðøldini verður varðveitt har í dómkirkjuni. Áirnar Avon og Wylye renna har í býnum saman í eitt. Heimskenda fornminni Stonehenge liggur einar 13 kilometrar norðan fyri býin. Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy. Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy byrjaði í august 1982 í leigaðum hølum við Gøtugjógv. Rektari varð Sámal í Skorini. Í august 1993 flutti skúlin í nýbygd høli á Kambsdali, beint við síðuna av nýggja Handilsskúlanum á Kambsdali. 1. august 2015 vóru Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy og Føroya Handilsskúli á Kambsdali lagdir saman í ein stovn, Miðnám á Kambsdali. Hava-purpursólhattur. er ein planta ið hoyra til kurvablómuættina ("Asteraceae"). Upprunaliga kemur plantan úr Norðuramerika, har hon veksur fleiristaðni sum villvaksandi planta. Plantan verður upp í 50-120 cm. 2030-árini. Øldir: 20. øld - 21. øld - 22. øld Áratíggju: 1980-árini 1990-árini 2000-árini 2010-árini 2020-árini - 2030-árini - 2040-árini 2050-árini 2060-árini 2070-árini 2080-árini Ár: 2030 2031 2032 2033 2034 2035 2036 2037 2038 2039 2040-árini. Øldir: 20. øld - 21. øld - 22. øld Áratíggju: 1990-árini 2000-árini 2010-árini 2020-árini 2030-árini - 2040-árini - 2050-árini 2060-árini 2070-árini 2080-árini 2090-árini Ár: 2040 2041 2042 2043 2044 2045 2046 2047 2048 2049 2050-árini. Øldir: 20. øld - 21. øld - 22. øld Áratíggju: 2000-árini 2010-árini 2020-árini 2030-árini 2040-árini - 2050-árini - 2060-árini 2070-árini 2080-árini 2090-árini 2100-árini Ár: 2050 2051 2052 2053 2054 2055 2056 2057 2058 2059 2060-árini. Øldir: 20. øld - 21. øld - 22. øld Áratíggju: 2010-árini 2020-árini 2030-árini 2040-árini 2050-árini - 2060-árini - 2070-árini 2080-árini 2090-árini 2100-árini 2110-árini Ár: 2060 2061 2062 2063 2064 2065 2066 2067 2068 2069 2070-árini. Øldir: 20. øld - 21. øld - 22. øld Áratíggju: 2020-árini 2030-árini 2040-árini 2050-árini 2060-árini - 2070-árini - 2080-árini 2090-árini 2100-árini 2110-árini 2120-árini Ár: 2070 2071 2072 2073 2074 2075 2076 2077 2078 2079 Haag. Haag (niðurlendskt: Den Haag ella 's-Gravenhage) Har í Haag búgva fleiri enn 539 túsund fólk og harvið er hann triðstørsti býur landsins. Haag er tann býurin, har niðurlendska stjørnin hevur sæti. Harafturat er hann høvuðsstaður í landslutinum Zuid-Holland. Altjóða Dómstólurin, sum er einasti høvuðstovan Sameindu Tjóða uttanfyri USA, heldur til í Haag. Myndir. Het Binnenhof. Har heldur niðurlendska stjørnin til. 570-árini f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. - 6. øld f.Kr. - 5. øld Áratíggju: 620-árini f.Kr. 610-árini f.Kr. 600-árini f.Kr. 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. - 570-árini f.Kr. - 560-árini f.Kr. 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. Ár: 579 f.Kr. 578 f.Kr. 577 f.Kr. 576 f.Kr. 575 f.Kr. 574 f.Kr. 573 f.Kr. 572 f.Kr. 571 f.Kr. 570 f.Kr. 580-árini f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. - 6. øld f.Kr. - 5. øld Áratíggju: 630-árini f.Kr. 620-árini f.Kr. 610-árini f.Kr. 600-árini f.Kr. 590-árini f.Kr. - 580-árini f.Kr. - 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. Ár: 589 f.Kr. 588 f.Kr. 587 f.Kr. 586 f.Kr. 585 f.Kr. 584 f.Kr. 583 f.Kr. 582 f.Kr. 581 f.Kr. 580 f.Kr. 590-árini f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. - 6. øld f.Kr. - 5. øld f.Kr. Áratíggju: 640-árini f.Kr. 630-árini f.Kr. 620-árini f.Kr. 610-árini f.Kr. 600-árini f.Kr. - 590-árini f.Kr. - 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. Ár: 599 f.Kr. 598 f.Kr. 597 f.Kr. 596 f.Kr. 595 f.Kr. 594 f.Kr. 593 f.Kr. 592 f.Kr. 591 f.Kr. 590 f.Kr. 600-árini f.Kr.. Øldir: 8. øld f.Kr. - 7. øld f.Kr. - 6. øld f.Kr. Áratíggju: 650-árini f.Kr. 640-árini f.Kr. 630-árini f.Kr. 620-árini f.Kr. 610-árini f.Kr. - 600-árini f.Kr. - 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. 550-árini f.Kr. Ár: 609 f.Kr. 608 f.Kr. 607 f.Kr. 606 f.Kr. 605 f.Kr. 604 f.Kr. 603 f.Kr. 602 f.Kr. 601 f.Kr. 600 f.Kr. 8. øld f.Kr.. 9. øld f.Kr. – 8. øld f.Kr. – 7. øld f.Kr. 600 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 650-árini f.Kr. 640-árini f.Kr. 630-árini f.Kr. 620-árini f.Kr. 610-árini f.Kr. - 600-árini f.Kr. - 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. 550-árini f.Kr. Árstal: 605 f.Kr. 604 f.Kr. 603 f.Kr. 602 f.Kr. 601 f.Kr. - 600 f.Kr. - 599 f.Kr. 598 f.Kr. 597 f.Kr. 596 f.Kr. 595 f.Kr. 700 f.Kr.. Øldir: 8. øld f.Kr. – 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. Áratíggju: 750-árini f.Kr. 740-árini f.Kr. 730-árini f.Kr. 720-árini f.Kr. 710-árini f.Kr. - 700-árini f.Kr. - 690-árini f.Kr. 680-árini f.Kr. 670-árini f.Kr. 660-árini f.Kr. 650-árini f.Kr. Árstal: 705 f.Kr. 704 f.Kr. 703 f.Kr. 702 f.Kr. 701 f.Kr. - 700 f.Kr. - 699 f.Kr. 698 f.Kr. 697 f.Kr. 696 f.Kr. 695 f.Kr. 800 f.Kr.. Øldir: 9. øld f.Kr. – 8. øld f.Kr. – 7. øld f.Kr. Áratíggju: 850-árini f.Kr. 840-árini f.Kr. 830-árini f.Kr. 820-árini f.Kr. 810-árini f.Kr. - 800-árini f.Kr. - 790-árini f.Kr. 780-árini f.Kr. 770-árini f.Kr. 760-árini f.Kr. 750-árini f.Kr. Árstal: 805 f.Kr. 804 f.Kr. 803 f.Kr. 802 f.Kr. 801 f.Kr. - 800 f.Kr. - 799 f.Kr. 798 f.Kr. 797 f.Kr. 796 f.Kr. 795 f.Kr. 700-árini f.Kr.. Øldir: 9. øld f.Kr. - 8. øld f.Kr. - 7. øld f.Kr. Áratíggju: 750-árini f.Kr. 740-árini f.Kr. 730-árini f.Kr. 720-árini f.Kr. 710-árini f.Kr. - 700-árini f.Kr. - 690-árini f.Kr. 680-árini f.Kr. 670-árini f.Kr. 660-árini f.Kr. 650-árini f.Kr. Ár: 709 f.Kr. 708 f.Kr. 707 f.Kr. 706 f.Kr. 705 f.Kr. 704 f.Kr. 703 f.Kr. 702 f.Kr. 701 f.Kr. 700 f.Kr. 9. øld f.Kr.. 10. øld f.Kr. – 9. øld f.Kr. – 8. øld f.Kr. 800-árini f.Kr.. Øldir: 10. øld f.Kr. - 9. øld f.Kr. - 8. øld f.Kr. Áratíggju: 850-árini f.Kr. 840-árini f.Kr. 830-árini f.Kr. 820-árini f.Kr. 810-árini f.Kr. - 800-árini f.Kr. - 790-árini f.Kr. 780-árini f.Kr. 770-árini f.Kr. 760-árini f.Kr. 750-árini f.Kr. Ár: 809 f.Kr. 808 f.Kr. 807 f.Kr. 806 f.Kr. 805 f.Kr. 804 f.Kr. 803 f.Kr. 802 f.Kr. 801 f.Kr. 800 f.Kr. 900-árini f.Kr.. Øldir: 11. øld f.Kr. - 10. øld f.Kr. - 9. øld f.Kr. Áratíggju: 950-árini f.Kr. 940-árini f.Kr. 930-árini f.Kr. 920-árini f.Kr. 910-árini f.Kr. - 900-árini f.Kr. - 890-árini f.Kr. 880-árini f.Kr. 870-árini f.Kr. 860-árini f.Kr. 850-árini f.Kr. Ár: 909 f.Kr. 908 f.Kr. 907 f.Kr. 906 f.Kr. 905 f.Kr. 904 f.Kr. 903 f.Kr. 902 f.Kr. 901 f.Kr. 900 f.Kr. 10. øld f.Kr.. 11. øld f.Kr. – 10. øld f.Kr. – 9. øld f.Kr. 910-árini f.Kr.. Øldir: 11. øld f.Kr. - 10. øld f.Kr. - 9. øld f.Kr. Áratíggju: 960-árini f.Kr. 950-árini f.Kr. 940-árini f.Kr. 930-árini f.Kr. 920-árini f.Kr. - 910-árini f.Kr. - 900-árini f.Kr. 890-árini f.Kr. 880-árini f.Kr. 870-árini f.Kr. 860-árini f.Kr. Ár: 919 f.Kr. 918 f.Kr. 917 f.Kr. 916 f.Kr. 915 f.Kr. 914 f.Kr. 913 f.Kr. 912 f.Kr. 911 f.Kr. 910 f.Kr. 850-árini f.Kr.. Øldir: 10. øld f.Kr. - 9. øld f.Kr. - 8. øld f.Kr. Áratíggju: 900-árini f.Kr. 890-árini f.Kr. 880-árini f.Kr. 870-árini f.Kr. 860-árini f.Kr. - 850-árini f.Kr. - 840-árini f.Kr. 830-árini f.Kr. 820-árini f.Kr. 810-árini f.Kr. 800-árini f.Kr. Ár: 859 f.Kr. 858 f.Kr. 857 f.Kr. 856 f.Kr. 855 f.Kr. 854 f.Kr. 853 f.Kr. 852 f.Kr. 851 f.Kr. 850 f.Kr. 750-árini f.Kr.. Øldir: 9. øld f.Kr. - 8. øld f.Kr. - 7. øld f.Kr. Áratíggju: 800-árini f.Kr. 790-árini f.Kr. 780-árini f.Kr. 770-árini f.Kr. 760-árini f.Kr. - 750-árini f.Kr. - 740-árini f.Kr. 730-árini f.Kr. 720-árini f.Kr. 710-árini f.Kr. 700-árini f.Kr. Ár: 759 f.Kr. 758 f.Kr. 757 f.Kr. 756 f.Kr. 755 f.Kr. 754 f.Kr. 753 f.Kr. 752 f.Kr. 751 f.Kr. 750 f.Kr. 650-árini f.Kr.. Øldir: 8. øld f.Kr. - 7. øld f.Kr. - 6. øld f.Kr. Áratíggju: 700-árini f.Kr. 690-árini f.Kr. 680-árini f.Kr. 670-árini f.Kr. 660-árini f.Kr. - 650-árini f.Kr. - 640-árini f.Kr. 630-árini f.Kr. 620-árini f.Kr. 610-árini f.Kr. 600-árini f.Kr. Ár: 659 f.Kr. 658 f.Kr. 657 f.Kr. 656 f.Kr. 655 f.Kr. 654 f.Kr. 653 f.Kr. 652 f.Kr. 651 f.Kr. 650 f.Kr. 650 f.Kr.. Øldir: 8. øld f.Kr. – 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. Áratíggju: 700-árini f.Kr. 690-árini f.Kr. 680-árini f.Kr. 670-árini f.Kr. 660-árini f.Kr. - 650-árini f.Kr. - 640-árini f.Kr. 630-árini f.Kr. 620-árini f.Kr. 610-árini f.Kr. 600-árini f.Kr. Árstal: 655 f.Kr. 654 f.Kr. 653 f.Kr. 652 f.Kr. 651 f.Kr. - 650 f.Kr. - 649 f.Kr. 648 f.Kr. 647 f.Kr. 646 f.Kr. 645 f.Kr. 659 f.Kr.. Øldir: 8. øld f.Kr. – 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. Áratíggju: 700-árini f.Kr. 690-árini f.Kr. 680-árini f.Kr. 670-árini f.Kr. 660-árini f.Kr. - 650-árini f.Kr. - 640-árini f.Kr. 630-árini f.Kr. 620-árini f.Kr. 610-árini f.Kr. 600-árini f.Kr. Árstal: 664 f.Kr. 663 f.Kr. 662 f.Kr. 661 f.Kr. 660 f.Kr. - 659 f.Kr. - 658 f.Kr. 657 f.Kr. 656 f.Kr. 655 f.Kr. 654 f.Kr. 658 f.Kr.. Øldir: 8. øld f.Kr. – 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. Áratíggju: 700-árini f.Kr. 690-árini f.Kr. 680-árini f.Kr. 670-árini f.Kr. 660-árini f.Kr. - 650-árini f.Kr. - 640-árini f.Kr. 630-árini f.Kr. 620-árini f.Kr. 610-árini f.Kr. 600-árini f.Kr. Árstal: 663 f.Kr. 662 f.Kr. 661 f.Kr. 660 f.Kr. 659 f.Kr. - 658 f.Kr. - 657 f.Kr. 656 f.Kr. 655 f.Kr. 654 f.Kr. 653 f.Kr. 651 f.Kr.. Øldir: 8. øld f.Kr. – 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. Áratíggju: 700-árini f.Kr. 690-árini f.Kr. 680-árini f.Kr. 670-árini f.Kr. 660-árini f.Kr. - 650-árini f.Kr. - 640-árini f.Kr. 630-árini f.Kr. 620-árini f.Kr. 610-árini f.Kr. 600-árini f.Kr. Árstal: 656 f.Kr. 655 f.Kr. 654 f.Kr. 653 f.Kr. 652 f.Kr. - 651 f.Kr. - 650 f.Kr. 649 f.Kr. 648 f.Kr. 647 f.Kr. 646 f.Kr. 601 f.Kr.. Øldir: 8. øld f.Kr. – 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. Áratíggju: 650-árini f.Kr. 640-árini f.Kr. 630-árini f.Kr. 620-árini f.Kr. 610-árini f.Kr. - 600-árini f.Kr. - 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. 550-árini f.Kr. Árstal: 606 f.Kr. 605 f.Kr. 604 f.Kr. 603 f.Kr. 602 f.Kr. - 601 f.Kr. - 600 f.Kr. 599 f.Kr. 598 f.Kr. 597 f.Kr. 596 f.Kr. 609 f.Kr.. Øldir: 8. øld f.Kr. – 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. Áratíggju: 650-árini f.Kr. 640-árini f.Kr. 630-árini f.Kr. 620-árini f.Kr. 610-árini f.Kr. - 600-árini f.Kr. - 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. 550-árini f.Kr. Árstal: 614 f.Kr. 613 f.Kr. 612 f.Kr. 611 f.Kr. 610 f.Kr. - 609 f.Kr. - 608 f.Kr. 607 f.Kr. 606 f.Kr. 605 f.Kr. 604 f.Kr. 950-árini f.Kr.. Øldir: 11. øld f.Kr. - 10. øld f.Kr. - 9. øld f.Kr. Áratíggju: 1000-árini f.Kr. 990-árini f.Kr. 980-árini f.Kr. 970-árini f.Kr. 960-árini f.Kr. - 950-árini f.Kr. - 940-árini f.Kr. 930-árini f.Kr. 920-árini f.Kr. 910-árini f.Kr. 900-árini f.Kr. Ár: 959 f.Kr. 958 f.Kr. 957 f.Kr. 956 f.Kr. 955 f.Kr. 954 f.Kr. 953 f.Kr. 952 f.Kr. 951 f.Kr. 950 f.Kr. 11. øld f.Kr.. 12. øld f.Kr. – 11. øld f.Kr. – 10. øld f.Kr. 890-árini f.Kr.. Øldir: 10. øld f.Kr. - 9. øld f.Kr. - 8. øld f.Kr. Áratíggju: 940-árini f.Kr. 930-árini f.Kr. 920-árini f.Kr. 910-árini f.Kr. 900-árini f.Kr. - 890-árini f.Kr. - 880-árini f.Kr. 870-árini f.Kr. 860-árini f.Kr. 850-árini f.Kr. 840-árini f.Kr. Ár: 899 f.Kr. 898 f.Kr. 897 f.Kr. 896 f.Kr. 895 f.Kr. 894 f.Kr. 893 f.Kr. 892 f.Kr. 891 f.Kr. 890 f.Kr. 810-árini f.Kr.. Øldir: 10. øld f.Kr. - 9. øld f.Kr. - 8. øld f.Kr. Áratíggju: 860-árini f.Kr. 850-árini f.Kr. 840-árini f.Kr. 830-árini f.Kr. 820-árini f.Kr. - 810-árini f.Kr. - 800-árini f.Kr. 790-árini f.Kr. 780-árini f.Kr. 770-árini f.Kr. 760-árini f.Kr. Ár: 819 f.Kr. 818 f.Kr. 817 f.Kr. 816 f.Kr. 815 f.Kr. 814 f.Kr. 813 f.Kr. 812 f.Kr. 811 f.Kr. 810 f.Kr. 701 f.Kr.. Øldir: 9. øld f.Kr. – 8. øld f.Kr. – 7. øld f.Kr. Áratíggju: 750-árini f.Kr. 740-árini f.Kr. 730-árini f.Kr. 720-árini f.Kr. 710-árini f.Kr. - 700-árini f.Kr. - 690-árini f.Kr. 680-árini f.Kr. 670-árini f.Kr. 660-árini f.Kr. 650-árini f.Kr. Árstal: 706 f.Kr. 705 f.Kr. 704 f.Kr. 703 f.Kr. 702 f.Kr. - 701 f.Kr. - 700 f.Kr. 699 f.Kr. 698 f.Kr. 697 f.Kr. 696 f.Kr. 690-árini f.Kr.. Øldir: 8. øld f.Kr. - 7. øld f.Kr. - 6. øld f.Kr. Áratíggju: 740-árini f.Kr. 730-árini f.Kr. 720-árini f.Kr. 710-árini f.Kr. 700-árini f.Kr. - 690-árini f.Kr. - 680-árini f.Kr. 670-árini f.Kr. 660-árini f.Kr. 650-árini f.Kr. 640-árini f.Kr. Ár: 699 f.Kr. 698 f.Kr. 697 f.Kr. 696 f.Kr. 695 f.Kr. 694 f.Kr. 693 f.Kr. 692 f.Kr. 691 f.Kr. 690 f.Kr. 790-árini f.Kr.. Øldir: 9. øld f.Kr. - 8. øld f.Kr. - 7. øld f.Kr. Áratíggju: 840-árini f.Kr. 830-árini f.Kr. 820-árini f.Kr. 810-árini f.Kr. 800-árini f.Kr. - 790-árini f.Kr. - 780-árini f.Kr. 770-árini f.Kr. 760-árini f.Kr. 750-árini f.Kr. 740-árini f.Kr. Ár: 799 f.Kr. 798 f.Kr. 797 f.Kr. 796 f.Kr. 795 f.Kr. 794 f.Kr. 793 f.Kr. 792 f.Kr. 791 f.Kr. 790 f.Kr. 753 f.Kr.. Øldir: 9. øld f.Kr. – 8. øld f.Kr. – 7. øld f.Kr. Áratíggju: 800-árini f.Kr. 790-árini f.Kr. 780-árini f.Kr. 770-árini f.Kr. 760-árini f.Kr. - 750-árini f.Kr. - 740-árini f.Kr. 730-árini f.Kr. 720-árini f.Kr. 710-árini f.Kr. 700-árini f.Kr. Árstal: 758 f.Kr. 757 f.Kr. 756 f.Kr. 755 f.Kr. 754 f.Kr. - 753 f.Kr. - 752 f.Kr. 751 f.Kr. 750 f.Kr. 749 f.Kr. 748 f.Kr. 570 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 620-árini f.Kr. 610-árini f.Kr. 600-árini f.Kr. 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. - 570-árini f.Kr. - 560-árini f.Kr. 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. 530-árini f.Kr. 520-árini f.Kr. Árstal: 575 f.Kr. 574 f.Kr. 573 f.Kr. 572 f.Kr. 571 f.Kr. - 570 f.Kr. - 569 f.Kr. 568 f.Kr. 567 f.Kr. 566 f.Kr. 565 f.Kr. 590 f.Kr.. Øldir: 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. – 5. øld f.Kr. Áratíggju: 640-árini f.Kr. 630-árini f.Kr. 620-árini f.Kr. 610-árini f.Kr. 600-árini f.Kr. - 590-árini f.Kr. - 580-árini f.Kr. 570-árini f.Kr. 560-árini f.Kr. 550-árini f.Kr. 540-árini f.Kr. Árstal: 595 f.Kr. 594 f.Kr. 593 f.Kr. 592 f.Kr. 591 f.Kr. - 590 f.Kr. - 589 f.Kr. 588 f.Kr. 587 f.Kr. 586 f.Kr. 585 f.Kr. 630 f.Kr.. Øldir: 8. øld f.Kr. – 7. øld f.Kr. – 6. øld f.Kr. Áratíggju: 680-árini f.Kr. 670-árini f.Kr. 660-árini f.Kr. 650-árini f.Kr. 640-árini f.Kr. - 630-árini f.Kr. - 620-árini f.Kr. 610-árini f.Kr. 600-árini f.Kr. 590-árini f.Kr. 580-árini f.Kr. Árstal: 635 f.Kr. 634 f.Kr. 633 f.Kr. 632 f.Kr. 631 f.Kr. - 630 f.Kr. - 629 f.Kr. 628 f.Kr. 627 f.Kr. 626 f.Kr. 625 f.Kr. 12. øld f.Kr.. 13. øld f.Kr. – 12. øld f.Kr. – 11. øld f.Kr. 13. øld f.Kr.. 14. øld f.Kr. – 13. øld f.Kr. – 12. øld f.Kr. 14. øld f.Kr.. 15. øld f.Kr. – 14. øld f.Kr. – 13. øld f.Kr. 15. øld f.Kr.. 16. øld f.Kr. – 15. øld f.Kr. – 14. øld f.Kr. 16. øld f.Kr.. 17. øld f.Kr. – 16. øld f.Kr. – 15. øld f.Kr. 17. øld f.Kr.. 18. øld f.Kr. – 17. øld f.Kr. – 16. øld f.Kr. 18. øld f.Kr.. 19. øld f.Kr. – 18. øld f.Kr. – 17. øld f.Kr. 19. øld f.Kr.. 20. øld f.Kr. – 19. øld f.Kr. – 18. øld f.Kr. 20. øld f.Kr.. 21. øld f.Kr. – 20. øld f.Kr. – 19. øld f.Kr. 21. øld f.Kr.. 22. øld f.Kr. – 21. øld f.Kr. – 20. øld f.Kr. 31. øld f.Kr.. 32. øld f.Kr. – 31. øld f.Kr. – 30. øld f.Kr. 30. øld f.Kr.. 31. øld f.Kr. – 30. øld f.Kr. – 29. øld f.Kr. 1. áratúsund f.Kr.. Áratúsund: 2. áratúsund f.Kr. – 1. áratúsund f.Kr. – 1. áratúsund 2. áratúsund f.Kr.. Áratúsund: 3. áratúsund f.Kr. – 2. áratúsund f.Kr. – 1. áratúsund f.Kr. 3. áratúsund f.Kr.. Áratúsund: 4. áratúsund f.Kr. – 3. áratúsund f.Kr. – 2. áratúsund f.Kr. 4. áratúsund f.Kr.. Áratúsund: 5. áratúsund f.Kr. – 4. áratúsund f.Kr. – 3. áratúsund f.Kr. Gablatíðin. Gablatíðin er tiðin frá 1655 (1661) - 1708, tá feðgarnir Christoffer von Gabel og Frederik von Gabel høvdu Føroyar í len frá danska konginum og einarætt til allan handil við Føroyar. Jacinda Ardern. Jacinda Kate Laurell Ardern (ensk úttala: /dʒəˈsɪndə ˈɑːrdɜːn/; fødd 26. juli 1980) er nýsælendskur politikari og sitandi forsætisráðharrin í Nýsælandi. Hon varð fyrstu ferð vald inn á nýsælendska tingið í 2008. Í august mánaði 2017 gjørdist hon leiðari í nýsælendska arbeiðaraflokkinum "Labour Party" og síðan oktober 2017 er hon forsætisráðharrin í Nýsælandi. Wellington. Wellington (maori: "Te Whanganui-a-Tara") er høvuðsstaður í Nýsælandi. Býurin liggur í sunnara enda av Norðuroynni. Wellington varð grundaður av bretum í 1839. Hann gjørdist høvuðsstaður í Nýsælandi í 1865. Í 2019 hevði Wellington um leið 418.500 íbúgvar og er harvið næststørsti býur í landinum eftir Auckland. Auckland. Auckland er størsti býur í Nýsælandi. Býurin liggur í útnyrðingspartinum av Norðuroynni. Í 2018 hevði Auckland um leið 1,6 mió. íbúgvar. Hetta svarar til ein triðing av øllum fólkunum í landinum. Næststørsti býur í Nýsælandi er høvuðsstaðurin Wellington. Miðbýurin er bygdur á einum 2 km breiðum eiði, sum er millum tvær víkir, víkin "Waitemata Harbour" norðanfyri og stóra víkin "Manukau Harbour" sunnanfyri. Maoriar, upprunafólkið í Nýsælandi, búsettust í økinum longu fyri um leið 670 árum síðan (1350). Býurin Auckland varð grundaður av bretum í 1840. 3. áratúsund. Áratúsund: 2. áratúsund – 3. áratúsund – 4. áratúsund 3. áratúsund byrjaði 1. januar 2000 og fer at enda 31. desember 2999. 5. áratúsund f.Kr.. Áratúsund: 6. áratúsund f.Kr. – 5. áratúsund f.Kr. – 4. áratúsund f.Kr. 6. áratúsund f.Kr.. Áratúsund: 7. áratúsund f.Kr. – 6. áratúsund f.Kr. – 5. áratúsund f.Kr. Christchurch. Christchurch er ein býur í Nýsælandi. Býurin liggur við eysturstrondina av Suðuroynni. Christchurch varð grundaður av bretum í 1848. Í 2019 hevði býurin fleiri enn 377 túsund íbúgvar. Harvið er hann størsti býurin á Suðuroynni og triðstørsti býurin í Nýsælandi eftir Auckland og Wellington. Brarup kirkja. Brarup kirkja (danskt: "Brarup Kirke") er ein gomul kirkja í Brarup á Falster í Danmark frá umleið 1200. Región Sæland. Región Sæland (Danskt: Region Sjælland) er ein av teimum fimm Regiónunum í Danmark, sum vóru settar á stovn 1. januar 2007 eftir at Kommunalreformurin varð samtyktur í 2005. Kirk Douglas. Kirk Douglas (føddur sum "Issur Danielovitch" 9. desember 1916 í Amsterdam, New York, deyður 5. februar 2020 í Beverly Hills, Kalifornia) var amerikanskur sjónleikari, framleiðari og filmsleikstjóri. Kirk Douglas spældi nógvar stórar leiklutir í filmum úr Hollywood. Hann gjørdist ein ein av teimum kendastu filmsjónleikarunum í 1950-árunum og 1960-árunum. Dotter. Johanna Maria Jansson, betri kend sum Dotter, (fødd 10. juni 1987 í Arvika) er ein svensk songkvinna og sangskrivari. Hon tók fyri fyrstu ferð lut í Melodifestivalen í 2018, men hon kom ikki víðari tá. Hon var aftur við í 2020, og tá kom hon beinleiðis víðari til finaluna. Neutron. Uppbygnaðurin av kvark í Neutronini. Tað eru tveir "niður-kvarkar" og ein "upp-kvarkur". Tann sterka megin fær lag á við gluonum við aldum. Hendan sterka megin hevur trý sløg av løðingum, tann reyða, grøna og bláa. Legg til merkis at valið av tí bláa litinum av upp-kvarkinum er tilvildarligt; løðingin av litinum skal ímynda at vera ein ringrás ímillum teir tríggjar kvarkarnar. Nevtrónin ella Neutronin er ein subatomiskur partikkul, tekin n ella n^0, við ongum elektroniskum ravnmagnsløðing og nøgd á eitt sindur meira enn einari protón. Protónir og neutronir gera kjarnina av atominum. Protónir og neutronir skikka sær líkasum hvørt annað inni í kjarnuni og báar eindirnar hava næstan ein massa á einari atomiskari eind (dalton). Báar eindirnar vera nevndar nukleonir. Teirra ognarlutir og sín ámillum ávirkan er lýst sum atomalisfrøði. Evnið og kjarnuognir av kjarnuni eru valdir av nummarinum av protonum, eisini nevnt atomiska nummarim, og nummarið av neutronum, nevnt neutron nummarið. Atomiska massanummarið er tað samlaða talið av nukleonum. T.d, kolevni hevur atomiskt nummar á 6 og tað ríkiliga kolevnið-12 evnisjavningurin (isotopurin) hevur 6 neutronir, afturímóti tað sjálvsama kolevni-13 evnisjavningurin (isotopurin) hevur 7 neutronir. Summi evni koma fram í náttúruni við bert einum støðugum isotopi, so sum Flúr (Fluor). Onnur evni koma fram við nógvum støðugum isotopum, so sum Tin við tíggju støðugum isotopum. Í kjarnuni knýtast protónir og neutronir seg saman vegna atomorku. Neutronir eru ásettar fyri at stabilisera kjarnuna, við undantakinum av einum einkjuprotón Hydrogen atominum. Neutronir eru gjørdar ríkiligar í kjarnukloyving og samanbræðing. Tær eru fyrst og fremst ein gevari til ta nukleosyntesuna av evnafrøðiligum evnum í stjørnum ígjøgnum kloyving, bræðing og neutronfangandi mannagongdini. Neutronin er ógvuliga umráandi tá tað kemur til framleiðslu av kjarnorku. Neutronin varð uppdagað í 1932 av James Chadwick, í áratígginum eftir hann hevði uppdagað hana hendu nógvar ymiskar royndir við kjarnuumbroytingum. Eftir hetta uppdagaði man kjarnukloyvingina í 1938, tá fann man skjótt útav at um kloyvingin framleiddi neutronir, sum hvør av hesum kundi flúgvi inn í arðar kjarnir og harvið skapa eina ketu reaktion. Hesar fyrstu hendingar og finningar leiddu til tað fyrsta kjarnorkuverkið (Chicago Pile-1, 1942) og tað fyrsta kjarnorku vápni (Trinity 1945). fríðar Neutronir, sjálvt um tær ikki beinleiðis ioniserað atomir, elva til ioniseraða geisling (radiation). Júst hetta kann vera lívfrøðiliga fraligt fyri okkum, treytað av hvussu nógv talan er um, sum einum kemur undir. Tó er altíð, óansað hvar tú ert, ein lítil stráling har tú ert staddur. Hetta nevna vit bakstøðis-stráling, hesar eru natúrligar strálingar, ið fara fram á skorpuni av jørðini, og koma av natúrligum evnum. Hesar neutronir streyma runt allastaðnist. So tá vit skula máta eftir radioaktiviteti, so er umráandi fyrst at vita, hvussu høg tann natúrliga strálingin er, júst á tí stað. Tann fríða Neutronin hevur ein massa á formula_1 ella formula_2 ella 1,008664915u. Neutronin hevur eitt radius á formula_3og hevur spinn-½ fermion. Nutronin hevur onga mátingaføra løðing. Við positivu løðingini hjá protonini, verður hon (protonin) beinleiðis ávirka av elektriskum feltum (ravnmagns-øki), har aftur ímóti neutronini, ið ikki verður ávirka av ravnmagnsøkjum. Harafturímóti hevur Neutronin eitt magnetiskt-bil (magnetic moment) so í tí tíðarbilinum verður Neutronin ávirka av magnetiskum økjum. Men magnetiska-bili hevur negativt virðið tí at orienteringin er umvend av spinninum hjá neutronini. Ein frí Neutron er óstøðu (óstabil), fellur ímóti einari proton, elektrón og antineutrino (antineutron) við eini lívstíð á umleið 15 minuttir (formula_4). Hetta radioaktiva fellingin (fáningin), eisini kent sum beta fáning, er møgulig tí massin av neutronini er eitt sindur størri enn tann hjá protonini. Ein frí proton er tó støðu. Men tá tær verða bundnar saman í einari kjarnu, kann úrslitið vera bæði støðugt og óstøðugt. Tað velst tó um, hvussu kjarnin er sett saman og hvørjir lutitnir eru, ið er innblandiaðir. Beta fáningin, tá neutonir fella ímóti protonum, ella umvent, er stýrt eftir Tí Veiku Orkuni og tað krevur eina útsending ella eina upptøku (innslúsan) av elektrónum og neutronum, ella antipartikklar teirra. kjarnu fissión orsaka av upptakan av einari neutron av Uranium-235. Tann tunga kjarnan verður til tvær lættari kjarnir og skjýtur út aðrar neutronir. Protonir og neutronir uppføra seg á næstan sama hátt undir kjarnorku í kjarnanum. Konseptið (hugtakið) av isospin, har protonin og neutron vera sæddar sum tveir kvantum (quantum) statir av sama partikli, er brúkt til at skapa sín ámillum ávirkan av nukleonum við kjarnu- ella Veiku okrunum. Vegna styrkini av kjarnorkuni á stuttum avstandi er bindingin av nukleonum neira enn sjey ordanir av støddini størri enn elktrónmangetiska orkau bindingin, ið heldur elektrónum saman, í atomum. Kjarnureaktionir (so sum kjarn-fissión) hevur tí ein orku densitet á meira enn tíggju milliónir ferir so nógv sum kemiskar bindingar. Tí av massa-orku-javngildi, kjarnu bindingarorkan reducera (minka) massan av kjarnunum. Tá ið saman um kemur, er førleikin av kjarnuorkuni at goyma orkurestir frá tí elektromagnetiskku afturrakstinum (repulsion) av kjarnulutunum er støði fyri meginpartin av orkuni sum framleiðir kjarnorkuverk ella atombombur. í kjarnufissión er upptakan av einari neutron av einari tungari kjarnu (t.d. Uranium-235) viðførir at kjarnan gert óstabil og brotnar, og partarnir vera til minni og lættari nýggjar kjarnir og eisini sendir tað burtur aðrar neutronir. Hesar positivu løddu og løttu kjarnirnar vekja síðani og frágeva elektromagnetiska potentiala orku. Neutronin er flokkað sum eina hadron, tí at hon er ein samanseettur partikkul gjørdur av kvarkum (quark). Neutronin er eisini flokkað sum ein Baryon, tí tað er samansett av trimum valens (valence) kvarkum. Tann avmarkaða støddin av neutronini og magnetiskatíðarbilinum fortelja okkum tað, at neutronin er ein samansettur partikkul, sum er tað øvuta av eunum fundamentalum partikkli (eisini nevnt elementariskur partikkil). Ein neutron hevur tveir niðurkvarkar við einari løðing á formula_5 og ein uppkvark ivð løðingini formula_6. Líka sum protonir so eru kvarkarnir av einari neutron bundnir saman av tí Sterku Kraftini lagt ímillum av gluonum. Kjarnorku kraftin er úrslit av tí annarligu ávirkanini av tí meira fundemantalu Sterku Kraftini. Miðalvarping. Miðalvarping ("interjection" á enskum) er smáorð, ið gevur ljóð fyri hýri, kenslum o. till.. Smáorð av hesum slagi seta fólk inn ímillum í talu síni. Miðalvarpingar á føroyskum eru t.d. ádú, áh, ája, ass, dekan, hey, hó, hygga síggj, píkasjey, skál, takk, tví.. Saman mynda hesi smáorðini ein orðaflokk. Miðalvarpingar bendast ikki. Sambindingarorð. Sambindingarorð (á latíni: "coniunctio"; á enskum: "conjunction") eru smáorð, sum binda saman einstøk orð, setningsliðir og heilar setningar. Vanligastu sambindingarorðini á føroyskum eru "og", "at" og "sum". FC Hegelmann Litauen. Futbolo klubas Hegelmann Litauen ella FC Hegelmann Litauen er eitt fótbóltsfelag úr Kaunas í Litava. Felagið varð stovnað í 2009. Núverandi hópur. "Dagført 6. september 2021." ! colspan="9" bgcolor="#B0D3FB" align="left" | Hegelmann Litauen / Hegelmann Litauen B Sterkt bend sagnorð. Sterkt bend sagnorð eru sagnorð, sum hava onga ending í 3. persóni í tátíð eintali (eitt stavilsi). Sporting CP. Sporting Clube de Portugal er portúgalskt knattspyrnufélag. Það var stofnað árið 1906 af José Alvalade og spilar leiki þess á Estádio José Alvalade, til heiðurs stofnanda. Ohms lóg. Parametrarnir í Ohms lóg eru V, I, og R Har I er streymur í rennur í gjøgnum leiðarin, mált í Amper, V er spenningur máldur yvir leiðarin, máldur í Volt, og R er elektriska mótstøðan á leiðarunum, máldur í Ohm. Streymrás greining. Ohms lóg, við mátti (W) Kenny Rogers. Kenneth Donald „Kenny“ Rogers (føddur 21. august 1938 í Houston, Texas, deyður 20. mars 2020 í Sandy Springs, Georgia) var amerikanskur sangari, sangskrivari og sjónleikari. Hann byrjaði sína lívsleið sum sangari í 1957. Sum crossover-sangari millum popp- og country, gjørdist hann ein tann fremsti og mest seljandi tónleikarin í seinnu helvt av 20. øld, serliga í 70- og 80-árunum. Kendasti og mest vælumtókti sangurin, hann hevur sungið, man vera "Lucille" frá 1977. Í 2007 varð Kenny Rogers upptikin í Country Music Hall of Fame. Montemagno. Montemagno (týskt: "Montmagn") er ein kommuna í landslutinum Asti (AT) í Piemonte, í Norðuritalia. Kommunan liggur 30 kilometrar eystan fyri Torino og 18 kilometrar í ein landnyrðing frá Asti. Tann 30. november 2017 búðu 1120 fólk har. Økið er 16,1 ferkilometrar til støddar. Montemagno hevur mark til hesar kommunur: Altavilla Monferrato (í landslutinum Alessandria), Casorzo, Castagnole Monferrato, Grana, Refrancore, Viarigi. Maj Sjöwall. Maj Sjöwall í Bremen í 2009. Maj Sjöwall (fødd 25. september 1935 í Stokkhólmi, deyð 29. apríl 2020 í Landskrona), var svenskur kvinnuligur rithøvundur og týðari. Í árunum frá 1965 til 1975 skrivaði hon saman við svenska rithøvundin Per Wahlöö vælkendu krimi-skaldsøgurøðina um løgreglumannin Martin Beck og hansara samstarvsfelagar. Agnar Nielsen. Aksel Agnar Aagaard Nielsen (føddur 6. november 1928 i Vestmanna. deyður 3. mai 2020) var føroyskur politikari (SB), løgtingsmaður og løgtingsformaður. Agnar Nielsen var bedingsmeistari í Vestmanna 1958-65, stjóri á Vestmanna skipasmiðju 1972-81, og kavari 1966-72. Sum politikari hevði hann sæti á Løgtingi í 20 ár, frá 1970 til 1990. Í tveimum umførum var hann eisini løgtingsformaður, fyrru ferðina frá 1978-79 og aftur tíggju ár seinni, frá 1989-90. Jim Hanks. James Mathew "Jim" Hanks (føddur 15. juni 1961) er amerikanskur sjónleikari og skemtari. New World, New Spine (EP). New World, New Spine er fyrsta EPin hjá føroyska bólkinum Impartial, ið kom út í 2019. Sanglisti. Jákup Ólavsson og Bjørn Askham hava skriva sangirnir. Frídur Jacobsen hevur hjálpt við teksti til "Reflection". Enya. Enya (fødd 17. mai 1961 í Gweedore í Donegal í Irlandi) er ein írsk sangarinna, sangskrivari og tónleikari. Gaoth Dobhair. Gaoth Dobhair (á írskum) ella Gweedore (á enskum) er landaøki og sóknarkommuna í vestara parti av greivadømi Donegal í útnyrðingsparti av Írlandi. Landaøkið er 26 kilometrar til longdar og 14 kilometrar breitt. Í sóknarkommununi búgva um leið 4000 fólk. Størstu bygdirnar eru Croichshlí ("Crolly"), Dún Lúiche ("Dunlewey"), An Bun Beag ("Bunbeg"), Doirí Beaga ("Derrybeg") og Cnoc Fola ("Bloody Foreland"). Landaøkið liggur í tí partinum av landinum, har fólk í høvuðsheitum tosa gæliskt. Hesi økini í Írlandi kallast "Gaeltacht". Marmennil. Hann er líkur fólki, men er góðan mun minni í vakstralagi; fingrarnir á honum eru langir. Hann livir  á havsbotni og ger útróðrarmonnum mein við at bíta agnið av onglunum og seta fast í botn, so at teir mega slíta snørini; verður hann krøktur, er hann so handa-fimur, at hann kann at loysa teymarnar undan snørinum og soleiðis sleppa undan at verða drigin upp  undir borð sum annar fiskur og tikin inn í bát. Marmennilin gongur aftur í fleiri søgnum í Føroyum, m.a. í Elduvík. Marmennilin er fleiri ferðir avmyndaður av listamanninum William Heinesen, men er eisini at síggja á standmyndunum á grótkastinum uttanfyri bátahylin í Fuglafirði, umframt eisini at verða avmyndaður við standmynd í Elduvík, sum er gjørd av myndahøggara Hans Paula Olsen. Eisini hevur Annika Hoydal ein sang við sama navni. Torkil Beder. Torkil Beder livdi frá 27. februar 1924 til 19. oktobur 2007. Torkil var prestur í Norðuroya eystara prestagjaldi (1954), til hann gjørdist prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi (1956), og sat í embætinum til 1989, tá hann fór frá vegna sjúku. Umframt at verða prestur, undirvísti Torkil eisini í Latíni á Miðnámsskúlanum á Kambsdali, var aktivur limur í skúlaráðnum í Fuglafjarðar Skúla í 30 ár, og nevndarlimur í Ítróttarfelagi Fuglafjarðar í árunum 1978 - 1979. Eisini hevur Torkil Beder verið í útgevandi nevnd fyri Kirkjublaðið, útgivið stuttsøgur í Mín jólabók, umframt at hava týtt nakrar av sálmunum í Sálmabók Føroya kirkju. Torkil Beder hevur givið út bókina Mangt er millum himmal og jørð, saman við systkinnabarninum Erling Poulsen. Bókin snúði seg um pátrúgv, og var ein antologi av ymiskum frásagnum, sum teir savnaðu inn saman í árunum frammanundan útgávuna. Bókin varð prýdd við tekningum eftir Edward Fuglø listamálara. Seinni kom eisini bókin Meiri er millum himmal og jørð, sum varð útgivin av Erling Poulsen, við hjálp frá Torkili. Erling Poulsen. Thomas Erling Poulsen (føddur 20. juni 1924 í Vági, deyður 22. november 2006) var føroyskur lærari og rithøvundur. Erling Poulsen var útbúgvin lærari sum tók fyrra part av próvnum á Jonstrup Seminarium á sumri 1951 og annan part á Føroya Læraraskúla 1952. Hann varð fyrst vikarur í Vági og síðani lærari á sama staði í 36 ár til á sumri 1988. Hann gavst sum lærari av heilsubrekum og flutti til Havnar. Sum rithøvundur gav hann fleiri bøkur út. Millum hesar er bókin "Mangt er millum himmal og jørð", sum hann útgav saman við systkinnabarninum Torkil Beder, og bókin "Meiri er millum himmal og jørð", sum útkom nøkur ár eftir. Hjáorð. Hjáorð eru orð, sum verða sett hjá sagnorðum, lýsingarorðum, hjáorðum og fyrisetingum. Hjáorðini greiða frá, hvar, nær og hvussu okkurt er. Hjáorðini kunnu býtast í seks høvuðsflokkar. Veikt bend sagnorð. Veikt bend sagnorð eru sagnorð, sum enda í 3. persóni í tátíð eintali við "-di, -ti, -ði" ella "-aði" (tvey ella fleiri stavilsi). Silicium. Silicium ella silicon er eitt frumevni, ið hevur atomnummar 14 í skeiðbundnu skipaninini. Kirundi. "Dawe Wa Twese" ('Faðir vár' á kirundi) Kirundi, eisini kent undir heitinum rundi, er eitt bantumál ið verður tosað av í minsta lagi 9 milliónum fólkum í Eysturafrika (heilt ítøkiliga í Burundi og í pørtum av grannalondunum Tansania og Kongo-Kinshasa). Størsti parturin av teimum ið tala málið, búgva í Burundi, har næstan øll fólk duga at tosa kirundi. Málið er sera nær skilt við kinyarwanda, ið verður tosað av nærum øllum fólkum í grannalandinum Rwanda. Munurin ímillum hesi bæði málini er so lítil, at borgarar úr báðum londum kunnu samskifta nøkulunda hvør við annan. Kirundi er eitt av teimum trimum almennu málunum í Burundi og einasta tjóðarmál. Tupelo (Mississippi). Tupelo er sættstørsti býur í amerikanska stakríkinum Mississippi. Í býnum búgva fleiri enn 38 túsund fólk (2019). Søga. Býurin varð grundlagdur í fyrra helmingi av 19. øld, í einum øki har nógv trø av slagnum Tupelo vuksu. Hetta er í hvussu er søgan sum verður søgd. Bowling Green (Kentucky). Bowling Green er triðstørsti býur í amerikanska stakríkinum Kentucky. Býurin liggur næstan miðskeiðis í Kentucky, um leið 100 kilometrar norðan fyri Nashville í Tennessee. Í 2019 búðu fleiri enn 70 túsund fólk í býnum. Áin "Barren River" rennur framvið býnum. Søga. Evropeisk niðursetufólk búsettu seg her í økinum í seinna helmingi av 18. øld. Býurin varð grundlagdur undir navninum "Bolin Green" í 1798. Undir Amerikanska borgarakrígnum var Bowling Green fyribils høvuðsstaðurin hjá suðurstatssinnaðu stjórnini í Kentucky. Í 1906 varð lærdi háskúlin "Western Kentucky University" (WKU) stovnaður. Bilverksmiðurin, sum framleiðir "Chevrolet Corvette", er her í Bowling Green. Magdalena Andersson. Eva Magdalena Andersson (fødd 23. januar 1967 í Uppsala) er svenskur politikari og núverandi fíggjarmálaráðharrin í Svøríki. Hon hevur verið ríkisdagslimur fyri Socialdemokraterna síðan 29. september 2014. Hon gjørdist fíggjarmálaráðharrin tann 3. oktober 2014. Stefan Löfven. Kjell Stefan Löfvén (føddur 21. juli 1957 í Stokkhólmi) er svenskur politikari og núverandi forsætisráðharri Svøríkis. Hann gjørdist formaður fyri Socialdemokraterna tann 27. januar 2012. Síðan 3. oktober 2014 hevur hann verið svenski forsætisráðharrin. Guðni Th. Jóhannesson. Guðni Th. Jóhannesson í 2017 Guðni Thorlacius Jóhannesson, føddur 26. juni 1968 í Reykjavík, er íslendskur søgufrøðingur og politikari. Guðni varð valdur við 39,1% av atkvøðunum sum landsins 6. forseti tann 25. juni 2016. Hann tók við embætinum 1. august sama ár. Guðni varð afturvaldur á forsetavalinum seint í juni 2020 við 92,2% av atkvøðunum. Carl Reiner. Carlton "Carl" Reiner (føddur 20. mars 1922 í Bronx, New York City, deyður 29. juni 2020 í Beverly Hills, Kalifornia) var amerikanskur filmsleikstjóri, framleiðari, leikrithøvundur og sjónleikari. Reiner er eitt sera kent navn innan filmsheimin. Millum annað hevur hann vunnið 9 Emmy-virðislønir og 1 Grammy-virðisløn. Heini Olsen. Heini Olsen (føddur 2. juli 1930 Inni á Fjørð í Vestmanna) er útbúgvin verkfrøðingur úr Vestmanna. Heini hevur sum verkfrøðingur arbeitt víða um heim, m.a. í Iran, Afghanistan, Zanzibar, Nigeria. m.a. fyri byggifyritøkuna "Kampsax". Seinnu árini stóð Heini Olsen sum deildarleiðari fyri projektertandi vegadeildini hjá Landsverkfrøðinginum (nú: Landsverk) fyri stóru útbyggingini av føroyska vegakervinum. Heini hevur lýst lív sítt í endurminningarverkinum "Meg minnist - og ørminnist". Micheál Martin. Micheál Martin (írskt: "Micheál Ó Máirtín"; føddur 1. august 1960 í Cork) er írskur politikari. Síðan 27. juni 2020 er hann forsætisráðharri Írlands (írskt: "Taoiseach"). Hann var uttanrikisráðharri í Írlandi frá mai 2008 til januar 2011 og síðan januar 2011 hevur hann verið formaður fyri flokkin Fianna Fáil. Greensboro, North Carolina. Greensboro (úttala: /ˈɡriːnzbʌroʊ/) er stórbýur í amerikanska lutstatinum North Carolina. Í 2019 búðu um leið 296 túsund fólk í býnum. Hervið er Greensboro triðstørsti býur í North Carolina, bara Charlotte og høvuðsstaðurin Raleigh eru størri. Søga. Greensboro varð grundlagdur í 1808. Býurin er uppkallaður eftir amerikanska generalinum Nathanael Greene. Keldur. * Knoxville, Tennessee. Knoxville er stórbýur í amerikanska lutstatinum Tennessee. Í 2019 búðu um leið 187 túsund fólk í býnum. Hervið er Knoxville størsti býur í eystara parti av lutstatinum og triðstørsti býur í Tennessee sum heild; bara Memphis og høvuðsstaðurin Nashville eru størri. Áin Tennessee rennur tætt fram við miðbýnum. Søga. Knoxville varð grundlagdur í 1791. Býurin er uppkallaður eftir amerikanska heryvirmanninum Henry Knox. Narendra Modi. Narendra Modi (fæddur 17. september 1950) er indverskur stjórnmálamaður sem starfaði sem 14. og núverandi forsætisráðherra Indlands síðan 2014. Hann var aðalráðherra Gújarat frá 2001 til 2014 og er þingmaður Varanasi. Modi er meðlimur í Bharatiya Janata flokknum. Richmond (Kentucky). Richmond er sættstørsti býur í amerikanska stakríkinum Kentucky. Býurin liggur í Bluegrass-øki, í eystara parti av lutstatinum, um leið 50 km sunnan fyri Lexington. Í 2019 búðu í Richmond um leið 36 túsund fólk. Lærdi háskúlin "Eastern Kentucky University" (EKU) er staddur í býnum. Søga. Richmond varð grundlagdur í 1798. Býurin er uppkallaður eftir býnum Richmond í Virginia. Tennesseeá. Tennesseeá (enskt: "Tennessee River") er ein á í eystara parti í USA. Áin er um leið 1049 km long. Hon rennur gjøgnum stakríkini Tennessee, Alabama, Mississippi og Kentucky. Tennesseeá byrjar í Knoxville í eystara parti av lutstatinum Tennessee, har tvær áir ("Holston River" og "French Broad River") renna saman í eitt. Í vestara parti í Kentucky, nærindis býnum Paducah, rennur áin út í Ohioánna. Tennesseeá er tann longsta tvørá av Ohioánni. Chattanooga, Tennessee. Chattanooga er fjórðstørsti býurin í amerikanska stakríkinum Tennessee. Býurin liggur í landsynningsparti av Tennessee, á markinum til grannastakríki Georgia, 216 km í ein landsynning úr Nashville og 180 km í ein útsynning úr Knoxville. SEV. Elfelagið SEV er eitt í Føroyum, sum veitir streym / elorku til føroyska samfelagið. SEV er felagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum eiga, og sum harvið allir føroyingar eiga. Søga. Elfelagið SEV varð stovnað í 1946. Navnið SEV kemur av fyrsta stavi í oyggjarnøvnunum Streymoy, Eysturoy, Vágar. Sev fevnir nú um alt landið. Jürgen Klopp. Jürgen Klopp í august 2019. Jürgen Norbert Klopp (føddur 16. juni 1967 í Stuttgart) er ein týskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Síðan 2015 er hann høvuðsvenjari hjá enska Premier League liðnum Liverpool F.C.. Sum fótbóltsleikari hevur hann spælt í fleiri ár við ymiskum týskum fótbóltsfeløgum, m.a. við Eintracht Frankfurt II (1987–1988) og við Mainz 05 (1990–2001). Í februar mánaði 2001 gjørdist hann venjari hjá Mainz 05. Sjey ár seinni, í 2008, skifti hann til Borussia Dortmund og tann 8. oktober 2015 tók hann við sum venjari í Liverpool. Virgil van Dijk. Virgil van Dijk (niðurlendsk úttala: [vɑn ˈdɛik]; føddur 8. juli 1991 í Breda) er niðurlendskur fótbóltsspælari (verjuleikari). Síðan 1. januar 2018 hevur hann spælt fyri enska Premier League felagið Liverpool F.C.. Í mars 2018 gjørdist hann liðskiparin á niðurlendska landsliðnum. Van Dijk skifti frá Southampton til Liverpool fyri 630 mió. kr (£75 mió.). Avtalan gjørdi hann til táverandi heimsins dýrasta verjuleikara. Hann var kosin ársins leikari í Europa í 2019. Alisson. Alisson Ramses Becker (føddur 2. oktober 1992 í Novo Hamburgo, Brasil) er ein brasilskur fótbóltsleikari, ið spælir sum málverji fyri Liverpool F.C. og A-landsliðið hjá Brasil. Lone Dybkjær. Lone Dybkjær (fødd "Lone Vincents", 23. mai 1940 í Frederiksberg, deyð 20. juli 2020 í Keypmannahavn (Bispebjerg)) var danskur verkfrøðingur og politikari (Radikale Venstre). Lone Dybkjær varð fyrstu ferð vald í Fólkatingið í 1973. Í 2009 boðaði hon frá, at hon ikki fór at stilla upp aftur. Hon tók seg úr Fólkatinginum í 2011. Hon var umhvørvismálaráðharri í donsku stjórnini (Poul Schlüter III) frá 1988 til 1990. Í 1994 gjørdist hon limur í Evropatinginum, har hon sat til 2004. Lone Dybkjær var gift við Ib Dybkjær frá 1964 til 1980. Tey áttu tvey børn. Hon giftist í 1994 við fyrrverandi danska forsætismálaráðharranum Poul Nyrup Rasmussen, sum Lone var gift við til hon doyði.. Stjórnin hjá Poul Schlüter II. Stjórnin hjá Poul Schlüter II hevur verið stjórn Danmarkar frá 10. september 1987 til 3. juni 1988. Onnur stjórnin hjá Poul Schlüter var ein samgonga millum hesar flokkar: Det Konservative Folkeparti (K), Venstre (V), Centrum-Demokraterne (CD), Kristeligt Folkeparti (KF). Stjórnin hjá Poul Schlüter III. Stjórnin hjá Poul Schlüter III hevur verið stjórn Danmarkar frá 3. juni 1988 til 18. desember 1990. Stjórnin var ein samgonga millum Det Konservative Folkeparti (K), Venstre (V) og Radikale Venstre (RV). Stjórnin hjá Poul Schlüter IV. Stjórnin hjá Poul Schlüter IV hevur verið stjórn Danmarkar frá 18. desember 1990 til 25. januar 1993. Fjórða stjórnin hjá Poul Schlüter var ein samgonga millum Det Konservative Folkeparti (K) og Radikale Venstre (RV). Stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen I. Stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen I hevur verið stjórn Danmarkar frá 25. januar 1993 til 27. september 1994. Fyrsta stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen var ein samgonga millum Socialdemokraterne (S), Centrum-Demokraterne (CD), Radikale Venstre (RV) og Kristeligt Folkeparti (KF). Stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen III. Stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen III hevur verið stjórn Danmarkar frá 30. desember 1996 til 23. mars 1998. Triðja stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen var ein samgonga millum Socialdemokraterne (S) og Radikale Venstre (RV). Stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen II. Stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen II hevur verið stjórn Danmarkar frá 27. september 1994 til 30. desember 1996. Onnur stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen var ein samgonga millum Socialdemokraterne (S), Radikale Venstre (RV) og Centrum-Demokraterne (CD). Stjórnin hjá Poul Schlüter I. Stjórnin hjá Poul Schlüter I hevur verið stjórn Danmarkar frá 10. september 1982 til 10. september 1987. Fyrsta stjórnin hjá Poul Schlüter var ein samgonga millum heser flokkar: Det Konservative Folkeparti (K), Venstre (V), Centrum-Demokraterne (CD),Kristeligt Folkeparti (KF). Stjórnin hjá Anker Jørgensen V. Stjórnin hjá Anker Jørgensen V hevur verið stjórn Danmarkar frá 30. desember 1981 til 10. september 1982. Fimta stjórnin hjá Anker Jørgensen varð skipað við sosialdemokratunum sum einasti flokkur í donsku stjórnini. Stjórnin hjá Anker Jørgensen IV. Stjórnin hjá Anker Jørgensen IV hevur verið stjórn Danmarkar frá 26. oktober 1979 til 30. desember 1981. Fjórða stjórnin hjá Anker Jørgensen varð skipað við sosialdemokratunum sum einasti flokkur í donsku stjórnini. Stjórnin hjá Anker Jørgensen III. Stjórnin hjá Anker Jørgensen III hevur verið stjórn Danmarkar frá 30. august 1978 til 26. oktober 1979. Triðja stjórnin hjá Anker Jørgensen var ein samgonga millum Socialdemokraterne (S) og Venstre (V). Stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen IV. Stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen IV hevur verið stjórn Danmarkar frá 23. mars 1998 til 27. november 2001. Fjórða stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen var ein samgonga millum Socialdemokraterne (S) og Radikale Venstre (RV). Stjórnin hjá Helle Thorning-Schmidt II. Stjórnin hjá Helle Thorning-Schmidt II hevur verið stjórn Danmarkar frá 3. februar 2014 til 28. juni 2015. Onnur stjórnin hjá Helle Thorning-Schmidt var ein samgonga millum Socialdemokraterne (S) og Radikale Venstre (RV) Tað var ein minnilutastjórn, sum varð stuðlað av Socialistisk Folkeparti (SF) og Enhedslisten (EL). Stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen II. Stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen II hevur verið stjórn Danmarkar frá 28. juni 2015 til 28. november 2016. Onnur stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen varð skipað við Venstre (V) sum einasti flokkur í donsku stjórnini. Tað var ein minnilutastjórn, sum varð stuðlað av trimum flokkum, Dansk Folkeparti (DF), Liberal Alliance (LA) og Det Konservative Folkeparti (K). Stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen III. Stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen III hevur verið stjórn Danmarkar frá 28. november 2016 til 27. juni 2019. Triðja stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen var ein samgonga millum Venstre (V), Liberal Alliance (LA) og Det Konservative Folkeparti (K). Tað var ein minnilutastjórn, sum varð stuðlað av høgrasinnaða flokkinum Dansk Folkeparti (DF). Stjórnin hjá Mette Frederiksen. Stjórnin hjá Mette Frederiksen hevur verið stjórn Danmarkar síðan 27. juni 2019. Stjórnin hjá Mette Frederiksen er skipað við sosialdemokratunum sum tann einasti flokkur í donsku stjórnini. Tað er ein minnilutastjórn, sum verður stuðlað av Socialistisk Folkeparti (SF), Enhedslisten (EL) og Radikale Venstre (RV). Georgiar. Georgiar ella kartvelar (georgiskt: ქართველები, "kartvelebi") — sum eru 5 milliónir fólk. Georgiar tosa georgiskt mál. Eddie Meduza. Errol Leonard Norstedt, (føddur 17. juni 1948, Göteborg, deyður 17. januar 2002, Växjö) eisini kendur við listanavnunum Eddie Meduza, var ein svenskur sangari, tónleikari, tónaskald, sangskrivari, guitarleikari og skemtari. Stjórnin hjá Anker Jørgensen II. Stjórnin hjá Anker Jørgensen II hevur verið stjórn Danmarkar frá 13. februar 1975 til 30. august 1978. Onnur stjórnin hjá Anker Jørgensen var skipað við sosialdemokratunum sum tann einasti flokkur í donsku stjórnini. Stjórnin hjá Poul Hartling. Stjórnin hjá Poul Hartling hevur verið stjórn Danmarkar frá 19. desember 1973 til 13. februar 1975. Stjórnin hjá Poul Hartling var skipað við Venstre sum tann einasti flokkur í donsku stjórnini. Stjórnin hjá Anker Jørgensen I. Stjórnin hjá Anker Jørgensen I hevur verið stjórn Danmarkar frá 5. oktober 1972 til 6. desember 1973. Fyrsta stjórnin hjá Anker Jørgensen var skipað við sosialdemokratunum sum tann einasti flokkur í donsku stjórnini. Splash and Bubbles. "Splash and Bubbles" (danskt heiti: "Splask og Boble") er ein amerikonsk teknifilmsrøð skapað av John Tartaglia fyri PBS Kids. Olof Thunberg. Fritz-Olof Thunberg (føddur 21. mai 1925 í Västerås, deyður 24. februar 2020 í Nacka distrikt, Stockholms län) var svenskur sjónleikari og filmsleikstjóri. Svenska umhvørvisstríðskvinnan Greta Thunberg er abbadóttir Olof Thunberg. Paris Saint-Germain F.C.. Paris Saint-Germain Football Club (stytt: Paris-SG ella PSG) er eitt franskt fótbóltsfelag úr París. Felagið varð stovnað í 1970. Besta mansliðið hjá felagnum hevur spælt í bestu fransku deildini, Ligue 1, síðan 1974. Venjarin hjá PSG er Mauricio Pochettino, sum avloysti Thomas Tuchel fyrst í januar 2021. Ognarin hjá PSG er "Qatar Sports Investments", eitt íløgufelag ür Katar, sum sitandi forseti og emir í Katar, Tamim bin Hamad al-Thani, eigur. Katariska íløgufelagið keypti franska ítróttafelagið í 2011. Listi yvir forsetar Týsklands. Listi yvir forsetar Týsklands er ein listi yvir samveldisforsetar í Týsklandi síðan 1949 (almenna heitið á týskum er "Bundesrepublik Deutschland", sum merkir Samveldislýðveldið Týskland). COVID-19 alheimsfarsóttin í Føroyum. COVID-19 alheimsfarsóttin varð fyrstu ferð staðfest í Føroyum, í mars 2020. Smittuferðin var 1 tilburður pr 280 íbúgvar, ein av teimum hægstu í heiminum, men Føroyar testaðu eisini sera nógv fólk í mun til fólkatalið. Pr. 24. juni 2021 eru 770 staðfestir tilburðir. Millum hesi er ein persónur deyður, 757 eru staðfest frísk aftur og tveir persónar eru innlagdir á sjúkrahúsi (russiskir sjómenn). Pr. 25. juni 2021 eru 303.504 persónar kannaðir fyri COVID-19 í Føroyum síðan mars 2020. Hin 30. desember 2020 blivu fyrstu føroyingarnir koppsettir fyri korona. Hin 24. juni 2021 høvdu tilsamans 27.434 fólk (51,4%) í Føroyum fingið fyrra prikið, meðan 18.648 (35%) fólk høvdu fingið seinna prikið og harvið liðugt koppsett móti COVID-19. Gongdin í Føroyum. COVID-19 alheimsfarsóttin varð fyrstu ferð staðfest í Føroyum, í mars 2020. Smittuferðin var 1 tilburður pr 280 íbúgvar, ein av teimum hægstu í heiminum, men Føroyar testaðu eisini sera nógv fólk í mun til fólkatalið. Frá 20. august til 10. september var ongin innlendis smitta av COVID 19. Hin 12. september vóru 5 persónar staðfest smittaðir, teir vóru smittaðir í Føroyum og ikki við komu til landið. Sambært landslæknanum hoyrdu tey tó øll til somu smittuketu. 2 dagar seinni vóru aftur fimm tilburðir staðfestir, harav vóru fýra av hesum tilburðum partur av somu smittuketu, ið landslæknin kendi til. Fimti persónurin var ein útlendingur ið varð testaður positivur á flogvøllinum. Tað hava higartil (juni 2021) verið fýra bylgjur av COVID-10 tilburðum í Føroyum tann fjórða byrjaði síðst í mai. Tann fyrsta bylgjan var í mars-apríl 2020, næsta bylgjan byrjaði í juli 2020 og vardi til november, hóast talið á sjúkum ikki kom niður á null, áðrenn triðja bylja byrjaði í desember 2020, tá ið knapt 4000 útisetar og onnur ferðafólk komu til Føroya at halda jól. Í november vóru teir allar flestu tilburðirnir komnir frá útlandinum og frá kendum smittuketum. Fyrstu vikuna í november var ongin nýggjur tilburður, og dagarnir mitt í november vóru bara 2-3 sjúk. Triðja bygja vardi til januar 2021. Einkultir tilburðir vóru í februar, men allir vóru innfluttir tilburðir. 26. februar var tann síðsti corona-sjúklingurin staðfestur frískur aftur, og sostatt var ongin aktivur tilburður av COVID-19 í Føroyum. Í mars 2021 vóru 3 tilburðir staðfestir, tann síðsti bleiv staðfest frískur aftur 23. mars. Í apríl vóru 3 tilburðir tilsamans. Í mai hava higartil (pr. 19. mai) verið seks tilburðir, harav var innlendissmitta fyri fyrstu ferð síðan januar 2021, men tað eydnaðist at støðga smittuni heilt skjótt, sá tað út til, men 23. mai tók smittan dik á seg, og 16 fólk vóru testaði positiv, so talið av smittaðum kom upp á 23. So høg tøl vóru ikki sædd í Føroyum síðan um jólini 2020. Nógvir tilburðir hava verið uttan nøkur serlig ella bara mild sjúkueyðkenni. Nøkur fá hava verið innløgd á sjúkrahúsi. og ongin er deyður av COVID-19 í Føroyum. Av teimum fyrstu 187 tilburðunum bleiv tann seinasti staðfestur frískur 8. mai 2020. Eftir nærum tveir mánaðir uttan nakran kendan tilburð av COVID-19 í Føroyum, var ein tilburður staðfestur hin 4. juli 2020, tá ið ein persónur bleiv testaður positivur, tá ið viðkomandi kom til landið og tann 19. juli bleiv ein familja á trý testaði positiv, tá ið tey komu til landið. Frá 20. august til 10. september var ongin innlendis smitta av COVID 19. Hin 12. september vóru 5 persónar staðfest smittaðir, teir vóru smittaðir í Føroyum og ikki við komu til landið. Sambært landslæknanum hoyrdu tey tó øll til somu smittuketu. 2 dagar seinni vóru aftur fimm tilburðir staðfestir, harav vóru fýra av hesum tilburðum partur av somu smittuketu, ið landslæknin kendi til. Fimti persónurin var ein útlendingur ið varð testaður positivur á flogvøllinum. Hin 19. september boðaði landslæknin frá, at ein nýggjur tilburður varð staðfestur dagin fyri, og at smittuketan var ókend. Hin 20. september vóru 3 tilburðir staðfestir, hesi vóru øll partur av somu smittuketu. Tað bleiv boðað frá, at tað er ein familja, sum var smittað við Covid-19, og at tey vóru smittað í Føroyum og at børn teirra gingu á Glasi, Skúlanum á Fløtum og einum barnaansingarstovni í Tórshavnar kommunu. Mentamálaráðið avgjørdi, at allir næmingar á Glasi, fýra flokkar í fólkaskúlanum og teirra lærarar og børnini og starvsfólk í barnagarðinum áttu at vera kannað fyri koronasmittu sunnudagin 20. september, og so aftur mikudagin ella mánadag og so aftur hósdag. Allir næmingar skuldu halda seg heima nakrir dagar. Hin 22. september var boðað frá, at 11 tilburðir vóru staðfestir frá kanningum, ið vóru gjørdar 21. september. Talið av kanningum fyri tann dagin var 3.581. Nakrir dagar seinni varð boðað frá, at ein av tilburðunum frá 21. september var faskt positivur, so talið bleiv rættað til 10. Talið av smittaðum í september lá ímillum 0 og 5 burtursæð frá 21. september, tá ið 10 persónar vóru staðfest smittað við COVID-19. Í oktober og november 2020 vóru sera fáir nýggir tilburðir staðfestir og samfelagið koyrdi nærum sum vanligt. Talið av dagligum tilburðum lá millum 0 og 4, fleiri dagar vóru ongir nýggir tilburðir í fleiri dagar á rað. Tað varð væntað, at talið fór at økjast í desember, tá ið nógv ung lesandi fóru at koma til Føroya at halda jól, hetta tí at smittutalið var sera høgt í t.d. Danmark í november og desember 2020. Føroyskir myndugleikar mæltu til at vísa serligt varsemi og bóðu útisetar og onnur ið fóru uttanlanda og komu aftur til Føroya um at lata seg testa 3 dagar áðrenn fráferð til Føroya, og við komu til landið og aftur á 6. degi, og mælt varð til at fólk vóru í sóttarhaldi til tey høvdu fingið negativt svar eftir kanningina á 6 degi. Barrir, dansistøð og líknandi skuldi lata aftur kl. 22 og kirkjur og samkomur valdu ikki at halda gudstænastu og møtir um jólini, hetta fyri at minka um vandan fyri at spjaða smittuna. Dagarnir áðrenn jól, jóladagarnir og beint eftir jól vóru tað fleiri nýggir tilburðir staðfestir hvønn dag, tó ikki so nógv sum í august. Um jólini lá talið á nýggjum smittaðum millum 0 og 8. Tann 17. desember varð ongin staðfestur smittaður og tann 26. desember vórðu 8 staðfest smittað. Dagin eftir vóru 3 nýggir tilburðir, og sambært landslæknanum vóru øll trý í sóttarhaldi, tá ið smittan varð staðfest. Pr. 27. desember 2020 vóru 47 fólk sjúk við COVID-19 í Føroyum, 582 høvdu fingið staðfest smittuna og av teimum vóru 535 fólk staðfest frísk aftur. 28. desember 2020 vóru 19 fólk staðfest positiv, tey flestu vóru partar av kendum smittuketum. Teir næstu tríggir dagarnar vóru tølini fýra, fimm og so null nýggjársaftan. Tá ið komið var inn í nýggja árið 2021 sá tað út til, at triðja bylja hevði toppað tann 28. desember 2020, tá ið 66 fólk vóru sjúk í senn. Hin 3. januar 2021 vóru seks persónar staðfestir positivir, og sambært landslæknanum varð tað óvist hvar ið fimm av persónunum vóru blivin smittaði, tann sætti varð staðfestur postivur triðja dagin eftir at hava verið uttanlanda. Hin 30. desember 2020 blivu fyrstu føroyingarnir koppsettir fyri korona, tey vóru 120 í tali og tað hendi á teimum trimum sjúkrahúsunum, talan var um heilsustarvsfólk: 55 fólk í Havn, 41 fólk í Klaksvík og 24 fólk í Suðuroy. 5. januar 2021 andaðist fyrsti føroyingur í Føroyum við koronu. Talan er um 68 ára gamlan mann, sum fyrst í desember varð innlagdur á Landssjúkrahúsið við aðrari álvarsligari sjúku enn koronu. Hann varð fluttur á koronudeildina stutt fyri jól. Sambært varastjóranum í Sjúkrahúsverkinum er tað sannlíkt, ella kann ikki útilokast, at maðurin varð smittaður á Landssjúkrahúsinum. Frá 9. januar 2021 til 25. januar vóru millum 0 og 2 nýggir tilburðir av COVID-19 í Føroyum. Frá 26. januar til 2. februar 2021 vóru ongir nýggir tilburðir av COVID-19 skrásettir í Føroyum. Ein nýggjur tilburður var skrásettur 3. februar, tað var ein persónur ið kom til landið tveir dagar áðrenn, og bleiv testaður negativur við komu men postivur tveir dagar seinni. Í februar hava tað verið millum 0 og 1 nýggir tilburðir um dagin, tilsamans fýra tilburðir. Hin 26. februar 2021 var ongin aktivur tilburður longur av COVID-19 eftir í Føroyum. Fyri aðru ferð var talið komið niður á null. Tað kann tó væntast, at nýggir tilburðir fara at koma frá útlandinum. Hin 7. mars 2021 vóru tveir tilburðir av COVID-19 staðfestir á flogvøllinum. Hin 12. mars var ein tilburður staðfestur, tað var ein persónur ið hevði ferðast til Føroya. Eftir tað bleiv ongin nýggjur tilburður staðfestur í ein heilan mánað, ikki fyrr enn 13. apríl varð ein tilburður staðfestur á flogvøllinum við komu til Føroya. Fyrst í mai vóru einstakir tilburðir staðfestir, men síðan var ongin tilburður í fleiri dagar. Hin 20. mai var ein nýggjur tilburður, har viðkomandi ikki visti, hvar hann hevði fingið smittuna frá, hann hevði ikki verið uttanlanda nýliga. Dagin eftir vóru tveir tilburðir staðfestir, harav tann eini ikki visti, hvagan smittan var komin. Dagin eftir vóru 3 tilburðir, og so vaks talið knappliga sera nógv. Tann 23. mai vóru 16 tilburðir staðfestir. Talan var fyri tað mesta um ung fólk millum 16 og 24 sambært landslæknanum. Millum tey smittaðu vóru rógvarar og áskoðarar frá róðrarstevnuni Ódnartøk, ið var hildin í Runavík leygardagin 22. mai. Hagtøl. Niðanfyri sæst gongdin í smittuni av COVID-19 í Føroyum. COVID-19 tilburðir eftir øki í Føroyum áðrenn og eftir 1. juli 2020. "Pr. 24. mai 2021 er ein persónur deyður av ella við COVID-19 í Føroyum." NB, 66 av útlendingunum ið vóru testaðir positivir vóru sjómenn frá tveimum russiskum trolarum og einum litaviskum fraktskipi. 63 frá 2020 og 3 frá 2021. Yvirlit yvir hagtøl. Niðanfyri sæst yvirlit yvir tølini ið síggjast omanfyri. Yvirlit yvir smittaði í Føroyum síðan heimsfarsóttin byrjaði (tekstur á myndini er á týskum) Elektrisk mótstøða. Í elektronikki og elektromagnetismu, er elektriska mótstøðan á einum luti eitt mát yvir mongdina av forðing av elektriskum streymi yvir lutin. SI eindin fyri eletriska móttstøðu er ohm (Omega) Mótstandurin á einum luti verður lýst sum elektriski spenningurin tvørtur um lutin við streyminum ígjøgnum hann. Diana Rigg. Enid "Diana" Elizabeth Rigg (fødd 20. juli 1938 í Doncaster, South Yorkshire, deyð 10. september 2020 í London) var ensk sjónleikarinna. Hon gjørdist serliga kend fyri sín leiklut sum "Emma Peel" í sjónvarpsrøðini The Avengers frá 1965-68. Enska sjónleikarinnan Rachael Stirling er dóttir Diana Rigg. Universidade Federal de Goiás. Universidade Federal de Goiás er ein lærdur háskúli í Goiás, Brasil, sum varð settur á stovn í 1960. Newark (New Jersey). Newark (úttala: /ˈnuːərk/) er stórbýur í norðara partinum av amerikanska stakríkinum New Jersey. Newark er størsti býurin í New Jersey. Í 2018 búðu har uml. 282 túsund fólk. Býurin liggur fram við víkini "Newark Bay", tætt við markið til stakríki New York, og einans 13 km (8 míl) vestan fyri Manhattan í New York City. Havnin Port Newark er størsta bingjuhavnin á amerikansku eysturstrondini. Áin "Passaic River" rennur fram við býnum. Kansas City (Missouri). Kansas City (stytt KC ella KCMO) er stórbýur í amerikanska statinum Missouri. Býurin liggur báðumegin Missouriá, á markinum millum Missouri og Kansas, í vestara parti av stakríkinum. Ein býur við tí sama navninum liggur beint hinumegin markið í grannastatinum Kansas. Saman mynda teir eitt stórt býarøki sum kallast "Kansas City Metropolitan Area". Søga. Kansas City varð grundlagdur í 1853 og er í dag størsti býur í staríkinum, framman fyri næststørsta býin St. Louis, sum liggur í eystara parti av Missouri. Í 2019 búðu í Kansas City nærum 500 túsund fólk. Badenweiler. Badenweiler er ein týsk kommuna ("Gemeinde") i stakríkinum Baden-Württemberg í Suðurtýsklandi. Badenweiler liggur í útsynningshorninum av vakra fjallalendinum Schwarzwald, um leið 30 km sunnan fyri býin Freiburg og tætt við markið til Frakland og Sveis. Í 2018 búðu í kommununi 4442 fólk. Russiski rithøvundurin Anton Tjekhov andaðist í Badenweiler 2. juli 1904. Shreveport. Shreveport er ein býur í amerikanska stakríkinum Louisiana. Býurin liggur í útnyrðingsparti av lutstatinum, um leið 30 km eystan fyri markið til Texas. Hann varð grundlagdur i 1836 og er í dag tríðstørsti býur í Louisiana, aftan fyri høvuðsstaðin Baton Rouge og størsta býin New Orleans. Í 2019 búðu í Shreveport fleiri enn 187 túsund fólk. Áin Red River rennur fram við býnum. Hinumegin ánna liggur Bossier City, ið er sættstørsti býur í Louisiana. Mangt er millum himmal og jørð. Mangt er millum himmal og jørð (1995) er ein antologi av innsavnaðum søgum um yvirnáttúruligar hendingar og pátrúgv í Føroyum. Bókin varð skrivað og útgivin av systkinnabørnunum Erling Poulsen og Torkil Beder, sum teir savnaðu saman undanfarnu árini, og varð útgivin av Bókadeild Føroya Lærarafelags í 1995. Søgurnar í bókini eru yvirnáttúruligar frásagnir frá fólki, sum hava sagt frá upplivdum hendingum, og aðrar frásagnir, sum hesi kenna frá øðrum. Tí kunnu hesar flokkast sum munnborin skaldskapur, eins og ævintýr og sagnir. Í ár 2000 útgav Erling Poulsen ein eftirfylgjara til bókina, sum kallast Meiri er millum himmal og jørð. Eins og hendan bókin, er eftirfylgjarin eisini eitt savn av frásagnum um pátrúgv og yvirnáttúruligar hendingar. Í Sosialinum dagfest 25. november 2000, skrivaði rithøvundur Carl Johan Jensen ummæli av bókini. Ummælið hevði heitið "Frá trølsligum dreymum og afturgingnari tíð". Fuglafjarðar Ellisakfør. Fuglafjarðar Ellisakfør er ein lokalur áhugafelagsskapur fyri ellisakfør í Fuglafirði. Felagið. Felagið varð stovnað tann 11. februar 2012, og kom at húsast í bygninginum, har Føroya Timburhandil og Borg helt til ár frammanundan, beint niðanfyri Piddashandil. Fuglafjarðar Ellisakfør var saman við Føroya Ellisakfør teir einastu áhugafelagsskapirnir fyri ellisakfør í Føroyum, sum merkti, at Fuglafjarðar Ellisakfør var einasta lokalfelag í landinum av sínum slag. Tann 8. decembur 2019 varð áhugafelagsskapurin Norðoyar Ellisakfør sett á stovn, sum merkir, at har í dag finnast tveir lokalir og ein landsfevnandi felagsskapir. Limir í Fuglafjarðar Ellisakførum hava møguleika at tekna seg til at brúka hølir felagsins til at goyma bilar í, treytað av, at hesir eru búgvandi í Fuglafjarðar Kommunu og at pláss er fyri bilunum. Felagið hevur tann gamla kommunala brandbilin í varðveitslu, sum stendur í hølum felagsins. Kansas City (Kansas). Kansas City (stytt KCK) er triðstørsti býur í amerikanska statinum Kansas. Býurin liggur á markinum millum Kansas og Missouri, í eystara parti av stakríkinum, vestarumegin Kansasá og Missouriá. Hann er forstaður til býin við tí sama navninum, beint hinumegin markið í grannastatinum Missouri. Teir myndar saman eitt stórt býarøki sum kallast "Kansas City Metropolitan Area". Søga. Kansas City varð grundlagdur í 1868. Í dag er hann triðstørsti býur í Kansas, aftan fyri Tulsa og høvuðsstaðin Oklahoma City. Í 2019 búðu í Kansas City fleiri enn 152 túsund fólk. Overland Park. Overland Park í økinum sum myndar "Kansas City metropolitan area". Overland Park er næststørsti býurin í amerikanska stakríkinum Kansas. Býurin liggur í eystara parti av stakríkinum, á markinum millum Kansas og Missouri, sunnan fyri Kansas City og sunnarumegin Kansasá. Overland Park er partur av stóra býarøkinum sum kallast "Kansas City Metropolitan Area". Søga. Býurin varð grundlagdur í 1960. Í 2019 búðu í Overland Park fleiri enn 195 túsund fólk. Trælavatn. Trælavatn er eitt vatn á Eysturoynni, sum liggur millum Trælavatnaskarð og Skarðsbrúgv, nakað omanfyri Kambsdal. Onnur helvtin av vatninum er partur av Fuglafjarðar Kommunu, meðan hin helvtin hoyrir til Eysturkommunu. Á Trælavatni er ein jolla, sum Miðnámsskúlin á Kambsdali eigur og brúkar til sítt skúlavirksemi. Jollan eitur Økotussi og varð borin niðan á Trælavatn tann 7. september 2017 av næmingum á skúlanum, í samband við árliga ítróttardagin. Á landakortum hevur Trælavatn eisini verið nevnt í fleirtalsforminum Trælavøtn Uppruni til navnið. Eins og við Trælanípu, er upprunin til navnið Trælavatn ókendur, hóast navnið er heilt gamalt. Tó var tað ikki ókent í víkingatíð, at trælir vóru offraðir til norrønu gudarnar, og tí lata nøvnini Trælanípa og Trælavatn upp fyri tankanum um, at trælir hava verið dripnir ella offraðir á staðnum. Meðan Trælanípa hevur vælkenda søgn um trælir, sum vóru stoyttir útav, eru ongar sagnir um Trælavatn, hóast hildið verður, at trælir hava verið druknaðir har. Frá Kambsdali til Skálabotn er ein varðagøta, sum gongur framvið Trælavatni og Valaknúkum, har Floksmenninir vóru kastaðir útav, eftir at hava fingið deyðadóm. Millum fjarða er staðarnavnið Stevnuválur, har fólk eru tikin av døgum, umframt at tað verður hildið, at Varmakelda eisini er brúkt sum offurstað. Tað eru sostatt fleiri støð, rundanum Trælavatn, sum hava verið brúkt sum antin offurstað ella stað, har fólk er avrættað. Hetta er við til at undirbyggja gitingina um, at Trælavatn hevur verið brúkt til at drukna trælir. Ytridalur. Ytridalur liggur í Eysturoynni, og er navnið á dalinum, har bygdin Kambsdalur liggur. Meira um Ytradal, sí Kambsdal Varmakelda (kelda). Varmakelda er ein kelda, sum liggur undir Leirvíksfjalli (Ritafjall), við sjóvarmálan á Fuglafirði, fjørðinum. Varmakelda er heit kelda, og er áleið 18 hitastig árið runt. Hon er fyrsta heita keldan, sum er funnin í Føroyum, og hevur verið vælkend í øldir. Hetta kann skjalførast við at fólk í útvið 4 øldir hava skrivað um Varmakeldu. Søgnin sigur, at Varmakelda hevur lekjandi megi, og at megin er sterkast náttina millum 3. og 4. juli. Tí hevur siður verið at farið út á Varmakeldu hesa náttina, fyri at drekka av kelduni, og at bera vatn við heim, í so fall at onkur hevur verið sjúkur. Hildið verður, at Varmakelda hevur verið offurstað í víkingatíð, eins og vanligt var á støðum, sum søgdust at hava lekjandi kreftir. Fuglafjarðar kirkja. Fuglafjarðar kirkja er fólkakirkjan í Fuglafirði, á eystursíðuni á Eysturoynni. Kirkjan er tekna av danska arkitektinum Holger Jensen, sum hevur staðið fyri og tekna yvir 60 kirkjur. Hon hevur 380 sitipláss, umframt onnur 80 sitipláss á síðuskipi. Orglið er frá Marcussen & Søn frá 1989, og hevur 26 stemmur. Hon varð vígd tann 10. juni 1984 av Ejvind Vilhelm, varabiskupi, og arbeiðið við at fáa nýggja kirkju varð ført av kirkjuráðnum og sóknarpresti Torkili Beder. Kirkjan var bygd uppá tímaløn, og tað sigst at hava ligið nógvir arbeiðstímar, sum teir sum bygdu kirkjuna ikki vildu hava løn fyri. Fuglafjarðar kirkja er partur av Fuglafjarðar Prestagjaldi, sum varð stovnsett í 1928, og fevndi um bygdirnar Fuglafjørð, Leirvík, Gøturnar, Hellurnar, Oyndafjørð, Elduvík, Funningsfjørð, Funning og Gjógv. Áðrenn prestagjaldið varð stovnsett, var Fuglafjørður partur av einum felags prestagjaldi fyri alla Eysturoynna, sum hevði sæti á Nesi. Prestagarðurin í Fuglafirði er bygdur á Mørkini í 1932. Søgn og søga. Í Fuglafirði sigst at hava staðið 5 kirkjur. Tann elsta kirkjan hevur staðið á Kirkjuryggi, har húsatoftir, fjalar og beinagrindir eru funnar í samband við vegabygging norður á Ennið. Sambært søgnini skal kirkja hava staðið har, sum staðarnavnið eisini ber brá av. Søgnin sigur, at hendan kirkjan varð tikin út á sjógv av einum skriðulopi. Skrivligt tilfar finst ikki um kirkjuna, men søgnin er borin av mannamunni. Hóast hústoftir, brettir og beinagrindir undirbyggja søgnina, halda summi søgnina verða ósanna. Seinna kirkjan er frá katólskari tíð, hevur staðið í Toftabønum, og kallaðist Jákups-kirkjan (ca. 1400). Triðja kirkjan hevur staðið við Garð, har sum tann gamli kirkjugarðurin í dag stendur. Vit vita ikki nær hendan kirkjan er bygd, men hon verður tó umrødd í donskum skriftum frá 1709, har hon er nágreiniliga lýst. Kirkjan varð niðurtikin í 1871, tá ið nýggj kirkja bleiv bygd. Í hesari kirkjuni vóru tveir rúnasteinar, sum skuldu verja fyri skriðulopi. Annar var við altari, og hin í kirkjugarðinum. Rúnarsteinarnir eru horvnir við tíðini, og óvist er hvar teir eru endaðir. Fjórða kirkjan (1871) stóð áleið á sama staði, sum kirkjan í dag stendur. Tá hon varð bygd, blivu fleiri lutir úr tí gomlu kirkjuni tiknir yvir í tí nýggju kirkjuna. Kirkjan bleiv longd í 1945 við nýggjum torni, og longdum kirkjuskipi. Fimta kirkja er tann kirkjan, sum vit kenna í dag. Uni Næs. Uni Næs, er føddur 13. februar 1957 í Vági. Hann er prestvígdur í Vesturkirkjuni í Tórshavn í 1988, og er í dag Dómpróstur Føroya. Hann bleiv studentur í Tórshavn í 1977 og Cand. theol á Aarhus Universiteti í 1986. Alexander De Croo. Alexander De Croo (føddur 3. november 1975 í Vilvoorde, Vlaams-Brabant) er belgiskur politikari og núverandi forsætisráðharri í Belgia. Hann hevur verið formaður fyri flamska flokkinum Open VLD frá desember 2009 til 2012. Sama árið, 2012, varð hann útnevndur til varaforsætisráðharra í tí belgisku stjórnini. Tann 1. oktober 2020 gjørdist hann forsætisráðharri í Belgia. Betri Deildin 2017. Betri Deildin 2017 var tann 75. sesongin í ovastu fótbóltsdeildini í Føroyum hjá monnum. Deildin er uppkallað eftir Betri samtakinum av sponsorávum. Víkingur var forsvarandi meistari og endurvann meistaraheitið. Maurizio Micheli. Maurizio Micheli (føddur 3. februar 1947 í Livorno) er sjónleikari, skemtari og rithøvundur úr Italia. Í 1999 móttók hann heiðurin "Officer of the Italian Republic". Í 2002 útgav hann skaldsøguna "Garibaldi amore mio", ið Baldini Castoldi Dalai ritstjórnaði. Ernest Hemingway. Ernest Miller Hemingway (føddur 21. juli 1899 í Oak Park, Illinois, deyður 2. juli 1961 í Ketchum, Idaho) var amerikanskur blaðmaður og rithøvundur, sum í 1954 fekk Virðislønin Nobels í bókmentum. Hann skrivaði skaldsøgur, stuttsøgur, frásagnir og greinir. Nógvar av skaldsøgum og stuttsøgum hansara eru amerikanskir bókmentaligir klassikarar, m.a. "The Sun Also Rises" frá 1926, "A Farewell to Arms" frá 1929, "For Whom the Bell Tolls" frá 1940 og "The Old Man and the Sea" frá 1952. Hann tók lívið av sær sjálvum við einari høglbyrsu í 1961. Ritverk (úrval). Ernest Hemingway í Kenya í 1953. Viljormur Davidsen. Viljormur í Heiðunum Davidsen (føddur 19. juli 1991) er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir sum verjuleikari fyri danska felagið Vejle Boldklub í pr. 2020 spælir í Superliguni í Danmark. Yrkisleið í feløgum. Viljormur byrjaði sína fótbólts yrkisleið í Darmkark í 2010, tá hann spældi við FC Fyn, har spældi hann til 2012 og hjálpti felagnum at flyta upp í 1. deild úr 2. deild. Síðan skifti hann tll NSÍ, har hann var eitt stutt skifti og leikti 3 dystir. Síðan spældi hann restina av 2012 við norska felagnum FK Jerv. Hann flutti so aftur til Danmarkar, har hann leikti við FC Fredericia tað ið eftir var av kappingarárinum 2012-13. Tá ið nýggja kappingarárið byrjaði, spældi hann við Vejle Boldklub, har hann gjørdist ein av stuðulsleikarunum. Felagið flutti upp í Superliguna eftir kappingarárið 2019-20. Rannvá Holm Mortensen. Rannvá Holm Mortensen (fødd 1950), uppvaksin á Tvøroyri, er føroysk myndlistakvinna og yrkjari. Hon hevur verið virkin innan føroyska málningalist og grafikk tey seinastu 20 árini og hevur sýnt fram ymsa staðni í Føroyum, í Danmark, Íslandi, Onglandi, Fraklandi, Spania og Bulgaria. Í 2018 gav hon yrkingasavnið "Sólsmakkur" út, sum er hennara fyrsta bókaútgáva. Heiður. Í 2018 fekk hon Mentanarvirðislønina M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri langyrkingabókina ’Sólsmakkur’, sum er ein long yrking. Lív Maria Róadóttir Jæger. Lív Maria Róadóttir Jæger (fødd 1981) er føroyskur rithøvundur og yrkjari. Hon er útbúgvin mag. art. í heimspeki frá universitetinum í Keypmannahavn. Yrkingar. Hon gav í 2014 LP-platuna 'Mítt navn við hondskrift' út, ein verkætlan, sum umfataði upplestur, tónleik og myndlist. Árið eftir kom yrkingasavnið 'Hvít sól' út. Í august mánaði í 2020 kom annað yrkingasavnið hjá henni út, við heitinum 'Eg skrivi á vátt pappír'. Fyri hesa bókina fekk hon í oktober mánaði hetta árið Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Familja. Lív Maria Róadóttir Jæger er dóttir Sólrun og Róa Patursson. Eldra systir Lív Mariu, Unn Patursson, hevur fingist við tónleik av ymsum slag í mong ár. Undanfarnu árini gjørdi hon eisini onkuntíð tónleikin til tekstir hjá yngru systir síni. Lív Maria er gift við ljóðlistamanninum og tónleikaranum Lasse Thorning Jæger, sum gjørdi tónleikin til LP-plátuna 'Mítt navn við hondskrift' frá 2014. Ursula Andress. Ursula Andress (fødd 19. mars 1936 í Ostermundigen, uttan fyri høvuðsstaðin Bern í Sveis) er sveisisk sjónleikarinna. Hon er best kend fyri sín leiklut í James Bond filminum "Dr. No" frá 1962. Hon gjørdist tann fyrsta sokallað "bond girl". Greg Abbott. Gregory Wayne "Greg" Abbott (føddur 17. november 1957 í Wichita Falls, Texas) er amerikanskur løgfrøðingur og politikari. Abbott er sitandi guvernørur í Texas sum tók við embætinum í januar mánaði í 2015. Hann er limur í Republikanska flokkinum. Útbúgving. ì 1981 tók hann bachelor prógv í virkisbúskapi við "University of Texas" í Austin og hann gjørdist Doktari í løgfrøði á "Vanderbilt University Law School" í Nashville, Tennessee í 1984. Nóllywood. Nóllywood er ein filmsskúli fyri ung í Føroyum millum 14 og 18 ár, sum Klippfisk skipar fyri hvørt summar. Navnið er ein samanrenning av Nólsoy og Hollywood. Søgan. Nóllywood filmsskúlin varð fyrstu ferð hildin í Nólsoy á sumri í 2010. Filmsskúlin verður vanliga hildin um summarið í Nólsoy, tó er tað eisini komið fyri, at hann hevur verið hildin í Tórshavn. Tað er Klippfisk, ið skipar fyri Nóllywood. Tað er sum oftast fyrstu vikuna í juli, at filmsskúlin verður hildin. Í 2020 bleiv summarskúlin Nóllywood avlýstur vegna COVID-19. Men seinni sama árið varð avgjørt at hava filmsskúlan í heystferiuni í staðin. Vanliga verða filmnarnir, ið tey ungu framleiða, frumsýndir í Royndarhúsinum í Nólsoy. Hetta bar ikki til í 2020, fyri at taka atlit til smittuvanda. Í staðin bleiv filmurin frumsýndur á internetinum, á Facebook, og varð lagdur á YouTube og Instagram. Tað árið varð bert ein filmur framleiddur, tað var ein fiktiónsfilmur við heitinum Kall. Nóllywood filmar. Tey ungu ið luttaka á Nóllywood filmsskúlanum fáa undirvísing frá føroyskum filmsfólkum, og síðan framleiða tey í felag stuttfilmar. Talan kann vera um ymisk sløg av stuttfilmum, t.d. fiktiónsfilm, heimildarfilm ella teknifilm. Nakrir av teimum framleiddu filmunum liggja á YouTube. Fleiri av filmunum hava verið tilnevndir Geyta-virðislønina. Í 2019, tá ið Nóllywood varð fyriskipað fyri 10. ferð, blivu tríggir filmar framleiddir umframt ein "Behind the Scenes". Filmarnir vóru ein fiktiónsfilmur, "Ósøgd orð", ein heimildarfilmur, "Vit/kenslur" og ein teknifilmur, "Smoothie Baby". Allir tríggir filmar vórðu tilnevndir føroysku filmsvirðislønina Geytan árið eftir. Nóllywood-skeltið. Í juli 2018 var eitt stórt Nóllywood skeltið sett upp í Nólsoyarbygd. Hetta skeltið minnir um Hollywood skeltið. Tað vóru Nikolaj Falck og Beinir Poulsen, ið tóku stig til at gera Nóllywood-skeltið. Tað er vanligt, at tey ungu saman við vegleiðarum og nólsoyingum seta upp hesi stóru bókstavaskelti við bókstavunum N Ó L L Y W O O D, tá ið filmsskúlin byrjar, og tað stendur so uppi alt tíðarskeiðið, meðan filmsskúlin er í gongd og møguliga longri. Skeltið er 3 metrar høgt og 26 metrar breitt. Betri Deildin kvinnur 2020. Betri Deildin kvinnur 2020 var tann 36. sesongin av bestu kvinnudeildini í føroyskum fótbólti. KÍ var forsvarandi meistari, tá tær vunnu sín 19. tittul í undanafarna kappingarári. Sesongin byrjaði hin 24. mai, seinkað vegna COVID-19 heimsfarsóttina, og endaði hin 17. oktober. KÍ endurvann føroyameistaraheitið og vann harvið sítt 20. meistaraheiti. NSÍ ið var nýtt felag í deildini, gjørdist nummar tvey. Lið. Í 2020 vóru tað seks lið, ið kappaðust um føroyameistaraheitið, tað eru líka nógv lið sum í 2018. Í 2019 vóru bert fimm lið. NSÍ hevði aftur nú fingið lið í bestu kvinnudeildina. Máltindurin. Source: - Fótbóltssamband Føroya Hans Ejgil Sand. Hans Ejgil Sand var danskur prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi í árunum 1935 - 1947. Hann tók embætisprógv í teologi í 1935, og søkti um og fekk embæti í føroyum longu sama ár. Karen Sand, mamma prestin, útgav í 1980 bók, sum er ein frágreiðing um eina ferð til føroya, sum hon og maður hennara vóru á, stutt eftir at prestahjúnini vóru flutt til Fuglafjarðar. Í bókini eru eisini eygleiðingar av gerandisviðurskiftum, so sum lýsingar av grindadrápi, tí føroyska gerandisdegnum, bilviðurskiftum, lýsingar av roykstovum, konfirmatiónum, bindimentanini o.ø. Eisini eru lýsingar av einstøkum bygdum og kirkjum. Umframt hesar frágreiðingarnar, eru eisini brot úr egnum frágreiðingum hjá H. E. Sand, um hvussu tað upplivdist at koma til Føroyar, v.m. Hans Ejgil Sand var sóknarprestur í Blistrup frá 1947 til 1955. Keldur. Sand, Hans Ejgil Oxford. Oxford er ein býur í Onglandi. Høvuðssætið hjá greivadøminum Oxfordshire er har í býnum. Býurin er 90 km í útnyrðing vestan av London, nakað miðskeiðis millum London og Gloucester. Oxford hevði í 2018 yvir 154 túsund íbúgvar. Leeds United F.C.. Leeds United Football Club er eitt enskt fótbóltsfelag frá býnum Leeds - millum manna verður liðið mangan bert kallað Leeds. Liðið leikar í Premier League. Leeds. Leeds er ein enskur stórbýur, ið liggur í Yorkshire og Humber. Yorkshire og Humber. Yorkshire og Humber er ein región í Onglandi, har størsti býurin er Leeds. Typhoo. Typhoo (onkuntíð stílað Ty•Phoo) er eitt enskt temerki, sum varð stovnað í Birmingham ár 1903 av William Sumner. Í 1978 bleiv framleiðslan flutt til Moreton á Wirral hálvoynni. Lipton. Lipton er eitt bretskt temerki, ið varð stovnað av skotanum Thomas Lipton í 1890. Fort Worth. Fort Worth er ein stórbýur í amerikanska stakríkinum Texas. Býurin liggur á leið 30 míl vestan fyri Dallas. Í býnum búgva næstan 910 túsund fólk; hetta fólkatalið ger Fort Worth til tann fimtstørsta býin í Texas. Hann er partur av stórbýarøkinum "Dallas-Fort Worth Metroplex"; har búgva um leið 6 milliónir fólk. Áin "Trinity River" rennur ígjøgnum býin. Søga. Fort Worth varð stovnaður sum ein amerikonsk hernaðarlega í 1849. Townes Van Zandt. Townes Van Zandt í 1995 Townes Van Zandt (føddur 7. mars 1944 í Fort Worth, Texas, deyður 1. januar 1997 í Smyrna, Tennessee) var ein amerikanskur tónleikari, sangari og sangskrivari. Tónleikurin hjá honum flytur seg millum ymsar sjangrur, so sum country, folk, og blues. Fargo. Fargo er størsti býurin í North Dakota í USA. Býurin liggur eystarlaga í North Dakota, á markinum til grannastatin Minnesota. Í sjálvum býnum búgva um leið 124 túsund fólk (2019); tó fleiri enn 246 túsund fólk íroknað forstaðir og útjaðaran av býnum ("metropolitan area"). Søga. Býurin varð grundlagdur í 1871. Sct. Peders Bageri. Sct. Peders Bageri er eitt bakarí í Keypmannahavn. Bakaríið bleiv stovnað í 1652 og er sostatt elsta bakarí í Danmark, sum enn er virkið. Grand Forks. Grand Forks er ein býur eystarlaga í amerikanska stakríkinum North Dakota. Hann er triðstørsti býurin í statinum, aftan á høvuðsstaðin Bismarck og størsta býin Fargo, sum liggur sunnan fyri Grand Forks. Í sjálvum býnum búgva um leið 55 túsund fólk; tó búgva har fleiri enn 100 túsund fólk íroknað forstaðir og útjaðaran av býnum ("metropolitan area"). Áin Red River of the North rennur beint fram við miðbýnum. Hinumegin ánna liggur grannabýurin East Grand Forks, sum er staddur í stakríkinum Minnesota. Lærdi háskúlin "University of North Dakota" (stytt "UND") er staddur í Grand Forks. Hann er elsta lærdi háskúlin í stakríkinum. Søga. Bretski skinn-handilsmaðurin Alexander Henry the younger búsettist har í økinum í 1808. Niðursetingin varð grundlagdur Í 1870, tá posthúsið læt upp. Plássið fekk enska heitið "Grand Forks". Niðursetingin vaks skjótt og gjørdist býur longu í 1881. Fyrsta jarnbreytarstøðin kom stutt eftir, Í 1997 hevur verið stór vatnflóð, sum oyðilegði miðbýnum. Minnisvarði til minnis um søguliga hendingin varð reistur á vestara áarbakkanum. Cambridge. Cambridge er ein býur í Onglandi. Høvuðssætið hjá greivadøminum Cambridgeshire er har í býnum. Cambridge liggur um leið 80 km í ein landnyrðing norðan úr enska høvuðsstaðnum London. Í 2018 búðu næstan 125 túsund fólk í býnum. Lincoln (Nebraska). Lincoln er høvuðsstaðurin í amerikanska stakríkinum Nebraska. Býurin liggur í eystara parti av stakríkinum, um leið 50 míl í ein útsynning av Omaha, ið er størsti býurin í Nebraska. Í 2019 hevði Lincoln 289 102 íbúgvar og harvið er hann næststørsti býur í statinum, aftan fyri Omaha. Søga. Lincoln varð grundlagdur í 1856 undir heitinum Lancaster. Býurin gjørdist høvuðsstaðurin í Nebraska í 1869 og fekk hann tá núverandi navnið. University of Cambridge. University of Cambridge er ein lærdur háskúli í Cambridge, Cambridgeshire, Ongland. Í 1209 varð háskúlin settur á stovn í enska býnum. Harvið er hann næstelsti lærdi háskúlin í enskttalandi heiminum eftir University of Oxford. Fólkatrúgv. Fólkatrúgv (Sí pátrúgv) eru yvirnatúruligar ímyndir og heimsáskoðanir, sum eru varðveittar við manna munni. Í føroyskari fólkatrúgv, hevur man trúð ymiskum yvirnattúrligum, so sum gandi, evnum at leggja niður sjógv, v.m. Eisini hevur verið trúð uppá yvirnatúrligar skapningar og verur, sum í stóran mun er knýtt at staðarnøvnum og er í søgnum. Pátrúgvin hevur verið tætt knýtt at kristnu trúnni, sum gerst sjónligt í søgnini um Sjódreygilin ella Marmennilin, sum krossur var ristur í, ella blivu signaðir. Eisini er kristnatrúgvin væl kend í frásøgnum um huldufólk, sum m.a. ikki kundu koma inn á kirkjugarðar ella trøll, sum ikki toldu at síggja kirkjuna. Eisini hava spøkilsissøgur verið sagdar, har fólk hava havt fráboðanir frá fólki í hamferð. Summar familjur søgdust serliga at hava serlig evnir til at síggja og hoyra ymiskt yvirnatúrligt, sum var fjalt fyri øðrum. Sjódreygil. Sjódreygil er ein yvirnattúrulig vera í føroyskari fólkatrúgv. Sjódreygilin er morðreyður, líkist manni, men hevur bert ein fót ella sporl. Hann er sterkur, og rør fyri tveir menn, men sum dimmi lættir, minkar hann í megi og stødd, og hvørvir í einki, tá ið sólin rísir. Tá ið sjódreygilin er á landi, rýkur eldur úr honum. Eftir sólsetur sæst hann á skerum, og biður útróðrarmenn lova sær umborð. Hann hoyrist væl og tútar og ýlir, um at sleppa umborð. Hann roynir stundum at toga menn úr bátinum út á sjógv, og tí hava menn rist kross yvir hann, so hann ikki skal verða vandamikil. Hilary Swank. Hilary Ann Swank (fødd 30. juli 1974 í Lincoln, Nebraska) Hon byrjaði sína yrkisleið sum sjónleikari í 1992, tá hon spældi ein hjáleiklut í filminum 'Buffy the Vampire Slayer' og árið eftir í sjónvarpsrøðini 'Camp Wilder'. Gjøgnumbrotið kom longu í 1994 við sínum leikluti í filminum 'The Next Karate Kid'. Síðan tá hevur hon spælt nógvar leiklutir og hevur verið við bæði í filmum og sjónvarpsrøðum. Gjøgnum árini hevur hon verið tilnevnd eitt ótal av heiðurslønum og virðislønum fyri sítt arbeiðið sum sjónleikari, Hon hevur vunnið fleiri, m.a. tvær Oscar-virðislønir og tvær Golden Globe-virðislønir fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklut. Í 2007 varð hon heiðrað við einari stjørnu á Walk of Fame í Hollywood. Nassau (Bahamas). Nassau er høvuðsstaðurin í Bahamaoyggjunum. Býurin, sum liggur á oynni New Providence, er eisini hin størsti í oyggjabólkinum Bahamaoyggjarnar. Býurin er handils- og samferðslumiðdepilin í landinum og har búgva um leið 70 % av øllum fólkinum í Bahamaoyggjunum. Søga. Bretsk niðursetufólk búsettu seg har í 1670. Tey bygdu skansavirki og niðursetubygdina, sum kallaðist Charles Town. Men nøkur ár seinni, 1695, gav enski guvernørurin, Nicholas Trott, bygdini navnið Nassau, Vilhjálmi kongi til heiðurs, sum var av Orania-Nassau-ættini. Madison (Wisconsin). Madison er høvuðsstaðurin og næststørsti býurin í amerikanska stakríkinum Wisconsin. Býurin liggur í syðra partinum av stakríkinum, um leið 120 km vestan fyri Milwaukee, sum er størsti býurin í lutstatinum Wisconsin. Miðbýurin í Madison er bygdur á einum 1-2 km breiðum eiði millum tey bæði stóru vøtnini, Lake Mendota og Lake Monona. Søga. Madison varð grundlagdur í 1836 og gjørdist høvuðsstaður í lutstatinum sama ár. Býurin bleiv uppkallaður eftir James Madison, sum var fjórði forsetin í USA. Hann andaðist í juni mánaði í 1836. Madison hevði í 2019 um leið 260 túsund íbúgvar. Des Moines. Tinghúsið í Des Moines ("Iowa State Capitol") Des Moines (ensk úttala: /dɪˈmɔɪn/) er høvuðsstaðurin og størsti býurin í amerikanska lutstatinum Iowa. Býurin liggur næstan mitt í lutstatinum og samstundis nærum miðskeiðis millum býirnar Kansas City í Missouri og Minneapolis í Minnesota. Søga. Des Moines varð grundlagdur í 1843. Býurin er uppkallaður eftir ánni "Des Moines River", sum rennur ígjøgnum býin. Í 2018 búðu um leið 214 túsund fólk í býnum. Cedar Rapids. Cedar Rapids er næststørsti býurin í amerikanska lutstatinum Iowa. Býurin liggur eystarlaga í lutstatinum, um 100 míl í ein landnyrðing eystan úr høvuðsstaðnum Des Moines. Søga. Cedar Rapids varð grundlagdur miðskeiðis í 19. øld. Býurin er uppkallaður eftir ánni "Cedar River", sum rennur ígjøgnum býin. Í 2018 búðu um leið 133 túsund fólk í býnum. Tampa. Tampa er triðstørsti býurin í amerikanska stakríkinum Florida. Í 2019 búðu har næstan 400 túsund fólk. Býurin liggur í Tampa-víkini, tætt við Meksikoflógva, á vesturstrondini í Florida. Tampa er størsti býur í stórbýarøkinum "Tampa Bay Area". Aðrir stórir býir í økinum eru St. Petersburg og Clearwater. Sioux Falls. Sioux Falls (ensk úttala: /ˌsuː ˈfɔːlz/) er størsti býurin í amerikanska lutstatinum Suðurdakota. Býurin liggur í landsynningshorni av lutstatinum. Í 2019 búðu um 183 túsund fólk í býnum. Søga. Sioux Falls varð grundlagdur í 1883. Búsetingin varð uppkallað eftir teimum fossunum í ánni Big Sioux River, sum rennur ígjøgnum býin. Charleston (South Carolina). Charleston er størsti býurin í South Carolina, USA. Býurin liggur á amerikonsku eysturstrondini, í landsynningshorni av Suðurcarolina. Í sjálvum býnum búgva um 137 túsund fólk. Tá bæði Charleston og býirnir i økinum rundanum verða lagdir saman ("metropolitan area"), so eru tað tó meiri enn 800 túsund fólk. Søga. Býurin bleiv grundlagdur í 1670, undir heitinum "Charles Town". Hann varð uppkallaður eftir táverandi konginum í Onglandi, Karl II. Rock Springs (Wyoming). Rock Springs er ein býur í amerikanska stakríkinum Wyoming. Rock Springs liggur í útsynningshorni av lutstatinum, eystan fyri ánna "Green River" í 2064 metra hædd. Søga. Býurin varð stovnaður í einum kolanámsøki í seinna helmingi av 19. øld. Í dag búgva har fleiri enn 22 túsund fólk. Harvið er Rock Springs fimtstørsti býur í stakríkinum. Green River (Wyoming). Vestari parturin av Green River í Wyoming við "Castle Rock" í bakgrundini. "Expedition Island" í Green River í Wyoming. Green River er ein býur í amerikanska stakríkinum Wyoming. Green River liggur fram við ánni við sama navni, vestan fyri býin Rock Springs í útsynningshorni av lutstatinum. Býurin er staddur í 1864 metra hædd. Søga. Fyrsta búseting í Green River hevur verið í seinna helmingi av 19. øld. Í 1891 fekk henda búseting býarstatus. Í dag búgva har nærum 12 túsund fólk. Harvið er Green River sjeyndstørsti býur í stakríkinum. Hann er uppkallaður eftir ánni, sum rennur gjøgnum býin. Billings (Montana). Billings er størsti býurin í amerikanska stakríkinum Montana. Billings liggur beint fram við Yellowstone-ánni, í syðra parti av lutstatinum. Býurin hevur um leið 110 túsund íbugvar. Hann er uppkallaður eftir Frederick H. Billings, sum var stjóri hjá jarnbreytarfelagnum "Northern Pacific Railroad". Jákup Dintil. Í Syðrugøtu búði einaferð ein bóndi, sum æt Jákup. Hann bleiv kallaður fyri Jákup Dintil, tí hann rann so skjótt, at man sá bara dintilin á honum. Dintil merkir rumpa. Eingin í Gøtu dámdi Jákup, tí at hann var so skrappur og tímdi væl at reypa sær. Henda søgan var ein av reypinum hjá honum. Einaferð ímeðan Jákup var úti hjá seyðinum hjá sær, fór hann inn í fjósið, at gera sær døgurða. Í fjósinum var ein stór grýta, grýtan var so stór, at man kundi kóka eitt heilt krov í henni, men Jákup kókaði bara greyt í grýtuni. Meðan hann ger greytin, telgir hann ein træ-figur. So er greyturin liðugur, hann setir seg niður, og byrjar at eta. Tá hann er liðugur, ruddar hann alt upp, men knappliga hoyrir hann, eitt lamb jarma uttanfyri. Hann gongur ímóti hurðini, og ætlar at lata upp, men so hoyrir hann tveir menn snakka. Jákup er kvikur, at hoppa upp á bjálkarnir á loftinum, ballar seg inn í eitt teppi, og goymir seg har. Tjóvarnir koma inn, teir fletta lambið, og koyra lambið í tí stóru grýtuna. Teir koyra so nógv kryddarí í grýtuna, sum teir finna, og so byrjar tað at lukta, og tað luktar ræðuligt, so ræðuligt at Jákup fór at njósa. Tjóvarnir hoyra tað harða njósi hjá Jákupi, og ætla at drepa hann, men Jákup var kvikur at hoppa á ein av teimum, og so rann hann út, og tjóvarnir aftaná. Ein av tjóvinum tekur ein knív fram, og kastar eftir Jákupi. Jákup sær knívin, og hann lýpir undan. So tekur Jákup knívin, og kastar eftir tjóvinum, og rakar hann í beini, síðani rennur Jákup vekk, og tað sísta tjóvarnir síggja, er dintilin hjá Jákupi. Ken Hensley. Ken Hensley í Oslo í 1977. Kenneth William David "Ken" Hensley (føddur 24. august 1945 í London, deyður 4. november 2020 í Spania) var bretskur sangari, sangskrivari og tónleikari. Hann er best kendur frá tíðini sum sangskrivari, sangari, gittar- og tangentleikari í Uriah Heep, tá hann í árunum 1970–1980 var limur í bretska bólkinum. Kendasti sangurin, sum hann hevur skrivað og sungið, man vera "Lady In Black" frá 1970/71. Helena (Montana). Helena er høvuðsstaðurin í amerikanska stakríkinum Montana. Býurin liggur vestarlaga í lutstatinum, 153 kilometrar (95 míl) eystan fyri Missoula, ið er næststørsti býur í Montana, og 284 kilometrar (177 míl) í útnyrðing vestan úr Billings, ið er størsti býur í stakríkinum. Søga. Ein búseting varð grundlagd í 1864, tá ið gull varð funnið har í økinum ("Montana gold rush"). Fyrst varð hon nevnd "Crabtown", men seinni fekk búsetingin navnið "Saint Helena". Fólk hildu tó, at orðið "Saint" var óneyðugt og síðan kallast býurin bara Helena. Longu í 1888 búðu 12 túsund fólk í peningaríka býnum, herímillum 50 millióningar. Helena gjørdist høvuðsstaður í Montana-økinum ("Montana territory") í 1875 og høvuðsstaður í stakríkinum í 1889. Í dag búgva har fleiri enn 33 túsund fólk. Harvið er hann sættstørsti býur í Montana. Eirikur XIV av Svøríki. Eirikur XIV av Svøríki (føddur 13. desember 1533, deyður 26. februar 1577 á slottinum Örbyhus í Upplandi) var kongur Svøríkis frá 1560 til 1568. Hann var sonur Gustav Vasa og konu hansara Katarina av Sachsen-Lauenburg. Eirikur varð krýndur kongur Svøríkis tann 29. juli 1561. Í juli mánaði 1567 giftist hann við Karin Månsdotter, ættað úr Birkalandi í Finnlandi. Gustav II Adolf av Svøríki. Gustav II Adolf av Svøríki (føddur 9. desember 1594 á Tre Kronor slottinum í Stokkhólmi, deyður 6. november 1632 í Lützen) var kongur Svøríkis frá 1611 til 1632. Hann var sonur Karl IX úr Vasa-ættini og konu hansara Kristina av Holstein-Gottorp. Gustav II Adolf tók við trúnuni tann 26. desember 1611 og varð krýndur kongur Svøríkis í Uppsala tann 12. oktober 1617. Trý ár seinni, í 1620, giftist hann við Mariu Eleonoru av Brandenburg, systrini hjá kurfúrstanum í Brandenburg. Hon var av Hohenzollern-ættini. Tey bæði fingu dóttrina Kristinu í 1626. Tá pápin knappliga doyði í 1632, gjørdist Kristina drotning Svøríkis, bert 6 ára gomul. John Konesky. John S. Konesky (føddur 19. november 1980) er amerikanskur sjónleikari, framleiðari, tónleikari, rithøvundur. Anna Malan Jógvansdóttir. Anna Malan Jógvansdóttir (f. 8. apríl 1995) er rithøvundur. Hon er útbúgvin á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn (2016 - 2018), har einans fýra føroyingar undan henni hava gingið. Hennara yrkingar eru merktar av hugvísindaligum samtíðarlýsingum, sum vísa eitt tilvit um egnan leiklut í tilveruni. Sum 21 ára gomul, fekk hon sína fyrstu virðisløn, Mentanarviðisløn Landsins, fyri ungt listafólk, sum verður latin fyri at stuðla ungum í teirra listaliga arbeiði. Virðislønin varð latin fyri hennara fyrsta yrkingasavn Undirfloyma frá 2015, sum hon hevði skrivað og listprýtt. Í 2020 fekk hon eisini handað Ebbu-virðislønina, fyri skaldsøguna Psykosudrotningin sigur frá. Ebbu-virðislønin verður latin ungum rithøvundi, sum hevur sýnt serligar gávur, og verður latin av Rithøvundafelagi Føroya. Keldulisti. Jógvansdóttir, Anna Malan Heðin Kambsdal. Heðin Kambsdal (14. mars 1951) er virkin listamaður og útbúgving organistur og lærari. Hann er fuglfirðingur, býr í Fuglafirði, og er best kendur fyri sína málningalist, har ljósið við sínum nógvu síðum er í fokus. Sum listamaður hevur hann havt framsýningar kring alt landið, men hevur eisini havt sýningar uttanlands. Í Danmark er hann umboðaður av Gallarí Sct. Gertrud í Keypmannahavn, sum mong onnur føroysk myndlistafólk eisini eru. Undir lestrartíðini plagdi Heðin at spæla orgul í kirkjunum, sum lóðu tætt at Nr. Nissum í Vesturjyllandi, í økinum har hann las til lærara. Eisini var hann avloysari sum organistur í Fuglafjarðar Kirkju í mong ár, áðrenn hann bleiv settur við føstum starvi í kirkjuni í 1997. Hjá Heðini fyllir tónleikurin nógv, tí umframt orgulspælið, hevur hann eisini fleiri ferðir verið kórleiðari, umframt at hann eisini er tilknýttur musikskúlaskipanini. Tigre. Um sólarris á havnarlagnum í Tigre. Tigre er ein býur í Provincia de Buenos Aires í Argentina. Býurin liggur 28 km norðanfyri høvuðsstaðin Buenos Aires. Býurin liggur á einari oyggj og varð stovnaður í 1820. Heimskendi fótbóltleikarin Diego Maradona búði í Tigre, tá hann andaðist 25. november 2020. Mr. Bean. Mr. Bean var ein bretsk sendirøð (1989–1995), gjørd av Rowan Atkinson og Richard Curtis, framleitt av Tiger Aspect og spælt av Rowan Atkinson sum høvuðspersónurin. Rabat (Marokko). Rabat (arabiskt: الرِّبَاط al-ribāṭ; berberiskt: ⴰⵕⴱⴰⵟ Aṛṛbaṭ) er høvuðsstaðurin og sjeyndstørsti býur í Marokko. Býurin liggur við Atlantshav í útnyrðingspartinum av landinum, á staðnum, har áin "Bou Regregs" rennur út í havið. Fólkatalið í 2014 var á leið 580 túsund. Tað vóru tó íalt fleiri enn 1,2 mió fólk, íroknað forstaðin "Salé" og aðrir forstaðir. Flogvøllurin "Rabat-Salé Airport" liggur í ein landnyrðing norðan úr miðbýnum, hinumegin ánna í forstaðinum Salé. Í býnum Rabat er eisini høvuðssætið hjá økinum í Útnyrðingsmarokko sum kallast "Rabat Salé Kenitra". Tað er eitt av teimum 12 fyrisitingarligu økjunum í Marokko. Søga. Rabat varð grundlagdur sum hernaðarstøð í 12. øld. William Henry Monk. William Henry Monk (føddur 16. mars 1823, andaðist 1. mars 1889) var enskur orgulspælari, kórleiðari, kirkjutónleikari, tónleikaritstjóri og -útgevari. Hann var eisini íðið sálmaskald sum gjørdi eina rúgvu av kendum sálmaløgum, t.d. tað kenda lagið sum verður brúkt til sálmin "Abide with Me" - "Ver tú mær hjá" á føroyskum. Lagið fekk upprunaliga heitið "Eventide". Monk gav kenda sálmabókin 'Hymns Ancient and Modern' út fyri fyrstu ferð í 1861. Valéry Giscard d'Estaing. Valéry Marie René Georges Giscard d'Estaing (føddur 2. februar 1926, deyður 2. desember 2020) var franskur politikari. Giscard d'Estaing hevur verið forsetin í Fraklandi frá 1974 til 1981. Tá hann sum 48 ára gamal tók við í 1974, gjørdist hann yngsti forseti í søgu Fraklands. Salvador Allende. Salvador Guillermo Allende Gossens (føddur 26. juni 1908 í Santiago de Chile, deyður 11. september 1973 sama stað) var kilenskur politikari. Hann var forseti í Kili frá november 1970 til hann doyði undir einum hernaðarkvetti í Kili á heysti 1973. Herovastin, ið stóð á odda fyri kvettinum, var Augusto Pinochet, hernaðarleiðari. Hann tók við valdinum og gjørdist einaræðisharri í Kili. Shakira. Shakira Isabel Mebarak Ripoll, fødd 2. februar 1977 í Barranquilla, Kolumbia) er ein kolumbiansk sangarinna, dansarinna og sangskrivari. Johan Halvorsen. Johan August Halvorsen (føddur 15. mars 1864 í Drammen, deyður 4. desember 1935 í Oslo) var norskt tónaskáld, orkesturleiðari og tónleikari. Gustav V av Svøríki. Gustav V ("Oscar Gustaf Adolf Bernadotte"; føddur 16. juni 1858, deyður 29. oktober 1950) var kongur Svøríkis frá 8. desember 1907 til deyða sín í 1950. Gustav V var tann fimti kongurin av Bernadotte-ættini. Hann var sonur Oscar II kong og Sofiu drotning. Núverandi kongurin í Svøríki, Carl XVI Gustav, er langabbasonur Gustav V. Gustav V var giftur við Viktoriu av Baden (1862-1930). Tey áttu trý børn, Gustav VI Adolf av Svøríki, Erik og Wilhelm. Kongurin hevði sitið á svensku trúnuni í næstan 43 ár; eitt metlangt tíðarskeið, tí bert tveir aðrir svenskir kongar hava sitið longri enn hann, Magnus Eriksson í 44 ár frá 1319 til 1364 og sitandi kongurin, Carl XVI Gustav, ið tók við trónuni fyri 47 árum síðan, í 1973. Newcastle United F.C.. St James' Park í Newcastle í 2007. St James' Park í Newcastle í 2007. St James' Park í Newcastle í 2008. Newcastle United Football Club er eitt enskt fótbóltsfelag frá býnum Newcastle upon Tyne - millum manna verður liðið eisini kallað "The Magpies" ella "The Toon". Felagið varð sett á stovn hin 9. desember 1892. Núverandi besta liðið leikar í Premier League og heimavøllurin hjá Newcastle United er St James' Park í Newcastle. Venjarin síðan 2019 er Steve Bruce. Premier League 2019-20. Premier League 2019-20 var tann 28. sesongin í Premier League, ið er hægsta fótbóltsdeildin í enskum fótbólti, síðan deildin varð stovnað í 1992. Sesongin byrjaði 9. august 2019 og vardi til 26. juli 2020. Liverpool vann sín fyrsta Premier League tittul og sín 19. enska meistaraheitið. Liðið úr Liverpool vann hin 25. juni meistaraheitið fyri fyrstu ferð í 30 ár, tá ið Manchester City tapti 2-1 móti Chelsea. Liðið úr Manchester, ið var forsvarandi meistari, misti harvið møguleikan at endurvinna meistaraheitið. Manchester City endaði á 2. plássi. Norwich City, Sheffield United og Aston Villa vóru nýggj lið í deildini, eftir at liðini fluttu upp úr Football League Championship 2018-19. Niðurflytarar gjørdust Bournemouth, Watford og Norwich City Lið. Tilsamans luttóku 20 lið í deildini, av teimum spældu 17 lið við í undanfarnu kapping 2018–19 og trý lið fluttu upp úr næstbestu deildini Football League Championship 2018–19. Halgimenni. Halgimenni eru kristin fólk, sum hava liðið í blóðvitnisdeyða, ella tey eru eftir sítt kristna lív tikin upp í Guds ríki. ”Halgimenni er ein og hvør, sum við lívi sínum prógvar, at Gud er til!” segði svenski biskupurin Nathan Søderblom. Sambært Katólsku Kirkjuni, er eitt halgimenni, ein og hvør, ið er í Himmiríki, annaðhvørt viðkomandi er viðurkendur á jørð ella ikki, og er partur av "stóra skýnum av vitnum uttan um okkum" (Hebr.12,1). Tá Kirkjan – eftir áheitan – hevur kannað lívið hjá einum menniskja, sum á serligan hátt hevur boðað Jesus Krist, kann Kirkjan lýsa hetta menniskjað halgimenni at vera. Tá kann ein biðja hann/hana um forbøn. Fremst av halgimennum er Maria moy. Calvin Coolidge. John Calvin Coolidge (føddur 4. juli 1872, deyður 5. januar 1933) var 30. forseti í USA frá 2. august 1923 til 4. mars 1929. Hann var limur í Republikanska flokkinum. Coolidge var amerikanski varaforsetin í forsetatíðarskeiðnum hjá Warren G. Harding og tók við sum forseti, tá hesin andaðist í embætistíð síni í 1923. Calvin Coolidge vann forsetavalið 4. november 1924 og varð endurvaldur til forseta USA. Í embætistíðin hjá honum fingu upprunaamerikanarar fullan ríkisborgararætt. Skúla Scam. Skúla Scam er ein føroysk teknifilmsrøð, ið varir umleið ein tíma tilsamans. Tóki Jansson úr Havn hevur teknað, animerað, klipt, leikstjórnað, skrivað handrit og lagt røddir til fleiri av figurunum í Skúla Scam. Jónas í Dali Wagner hevur framleitt filmin. Dina Poulsen úr Miðvági hevur skrivað 3 partar av røðini og hevur lagt rødd til gentuna Sólskin. Bergur Jensen leggur rødd til Pætur og Haakon Joensen leggur rødd til læraran. Tað er tann fyrsta føroyska teknifilmsrøðin, ið er gjørt av einum skúlanæmingi og tað fyrsta føroyska tilfari, ið er víst á danska undirvísingarportalinum fyri børn, Buster.dk, tað varð víst á Buster Filmfestival í september 2020. Filmsrøðin og tað, at ein umsókn um stuðul bleiv noktaður, tí landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, ikki dámdi, at tað bleiv bannað í teknifilmsrøðini, førdi í desember 2020 til eitt kjak um armslongdar prinsippið, um talufrælsi og listarliga frælsi, og um politikarar skulu stýra listini og bara játta stuðul til tað, ið teimum persónliga dáma og vraka tað list, ið teimum persónliga ikki dáma. Kjakið rakk eisini út um landoddarnar. Um Skúla Scam. Tóki Jansson fór sum 15-ára gamal í gongd við at gera sína egnu teknifilmsrøð við heitinum Skúla Scam. Røðin varir umleið ein tíma, tey tosa føroyskt. Teknifilmsrøðin snýr seg um tríggir skúlanæmingar, Pætur, Sólskin og Bob, ið møtast, tá ið tey skulu byrja á einum nýggjum skúla. Skúlin vísir seg at vera sera løgin og ræðandi, alt er annarleiðis enn tey vóru von við. Tímarnir eru stuttir og fríkorterini eru long. Tey seta sær fyri at kanna, hvat ið tað er ið gongur fyri seg á skúlanum. Jónas í Dali Wagner frá Filmshúsinum hevur verið vegleiðari hjá Tóka, meðan hann hevur gjørt Skúla Scam. Jónas í Dali Wagner er fyrrverandi leiðari av "fiktionsinstruktør"-útbúgvingini á Den Danske Filmskole. Tóki bleiv liðugur við Skúla Scam á heysti í 2020, tá var hann blivin 17-ára gamal, tað mesta gjørdi hann sum 15-16 ára gamal. Teknifilmsrøðin hevði forpremieru í Havnar Bio fyri innbodnum skúlaungdómum og øðrum hin 16. september 2020. Eftir tað fóru Tóki Jansson og Dina Poulsen, ið leggur rødd til gentuna Sólskin í røðini, saman við øðrum umboðum úr Føroyum til Danmarkar, har teknifilmsrøðin hevði heimspremieru og varð víst alment á Buster Filmfestival í september 2020 fyri donskum skúlanæmingum úr miðdeild og hádeild. Umsókn um stuðul tilmælt men vrakað. "Mær dámdi als ikki tað, eg sá. Tá eg seti mína undirskrift á, so góðkenni eg, at hetta er fantastiskt, og tað kundi eg ikki gera við hetta uppskotið til film, segði Jenis av Rana við Dag og viku. Mær dámar ikki at fólk bannast, og tað gera vanlig fólk ikki, og tað gera ung yvirhøvur heldur ikki. Í hesum føri snýr tað seg um, at eg skal geva loyvi til, at man fer í landskassan eftir pengum fyri at premiera honum fyri málbrúkið. Og tað kann eg yvirhøvur ikki, segði Jenis av Rana." "Fyri fyrstu ferð síðani filmsjáttanin kom á fíggjarlógina í 2014, hevur ein landsstýrismaður ikki fylgt tilmælunum frá ráðgevarum um hvør skal hava stuðul. Ein fyrisitingarlig siðvenja er brotin, og prinsipið um, at listin ikki skal stýrast politiskt er ikki longur galdandi. Eins og talu- og trúarfrælsi, er frælsa listin grundleggjandi í einum fólkaræði. Teir partar av veruleikanum sum ein filmur endurspeglar, mugu ikki verða stýrdir av persónligum meiningum hjá skiftandi ráðharrum. Tí er tað so umráðandi, at vit ikki gloyma og fara lætt um, at vit hava armslongd í fyristingini, og virða hesa armslongd." Tóki Jansson. Tóki Jansson (føddur 2003) er ein føroyskur filmslistamaður úr Tórshavn. Hann hevur gjørt teknifilmsrøðina Skúla Scam, ið fekk nógva umrøðu í føroyskum og donskum miðlum í desember 2020, eftir at Jenis av Rana, mentamálaráðharri, valdi ikki at fylgja tilmælinum frá Mentamálaráðnum, um at lata stuðul á 40.000 krónur til røðina. Grundgevingin fyri at nokta at lata stuðul var tann, at Jenis av Rana dámdi ikki tað hann sá, hann segði í Degi og Viku, at tey bannaðu ov illa. Tóki Jansson hevur fleiri ferðir verið á filmsskúlanum Nóllywood í Nólsoy, og tað var eisini har, hann møtti Jonas í Dali Wagner, og Jonas lærdi Tóka at animera. Á Nóllywood 2019 gjørdi Tóki Jansson saman við Haakon Joensen stutta teknifilmin Smoothie Baby, ið bleiv tilnevndur Geytan 2020. Skúla Scam. Tóki fór sum 15-ára gamal í gongd við at gera sína egnu teknifilmsrøð við heitinum Skúla Scam. Røðin varir umleið ein tíma, tey tosa føroyskt. Teknifilmsrøðin snýr seg um tríggir skúlanæmingar, Pætur, Sólskin og Bob, ið møtast, tá ið tey skulu byrja á einum nýggjum skúla. Skúlin vísir seg at vera sera løgin og ræðandi, alt er annarleiðis enn tey vóru von við. Tímarnir eru stuttir og fríkorterini eru long. Tey seta sær fyri at kanna, hvat ið tað er ið gongur fyri seg á skúlanum. Jónas í Dali Wagner frá Filmshúsinum hevur verið vegleiðari hjá Tóka, meðan hann hevur gjørt Skúla Scam. Jónas í Dali Wagner er fyrrverandi leiðari av "fiktionsinstruktør"-útbúgvingini á Den Danske Filmskole. Tóki bleiv liðugur við Skúla Scam á heysti í 2020, tá var hann blivin 17-ára gamal, tað mesta gjørdi hann sum 15-16 ára gamal. Teknifilmsrøðin hevði forpremieru í Havnar Bio fyri innbodnum skúlaungdómum og øðrum hin 16. september 2020. Eftir tað fóru Tóki Jansson og Dina Poulsen, ið leggur rødd til gentuna Sólskin í røðini, saman við øðrum umboðum úr Føroyum til Danmarkar, har teknifilmsrøðin hevði heimspremieru og varð víst alment á Buster Filmfestival í september 2020 fyri donskum skúlanæmingum úr miðdeild og hádeild. Tóki Jansson hevur gjørt filmsrøðina í síni frítíð uttan peningaligan stuðul. Vegleiðari hansara Jonas í Dali Wagner valdi at søkja um stuðul á 40.000 krónur til Skúla Scam fyri at gera hana heilt lidna. Mentamálaráðið innstillaði filmsrøðina til at fáa henda stuðul, ið søkt varð um, men landsstýrismaðurin í mentamálum Jenis av Rana vildi ikki skriva undir, og noktaði harvið at lata stuðulin. Dagur og Vika hevði eina samrøðu við landsstýrismannin um hetta málið, og har segði hann, at honum dámdi ikki tað hann sá, og at hann ikki kundi seta sína undirskrift, tí at tey bannaðu so illa. Í noktandi svarinum úr Mentamálaráðnum til filmsframleiðaran stendur, at “landsstýrismaðurin metir seg ikki kunna viðmæla stuðli vegna málbrúkið í filminum”. Hetta skapti øsing og kjak í føroysku miðlunum og á sosialu miðlunum. Eisini danskir miðlar sum Berlingske Tidende skrivaði um málið. Chuck Yeager. Chuck Yeager og serliga flogfarið Bell X-1 Charles Elwood "Chuck" Yeager (føddur 13. februar 1923 í Myra, West Virginia, deyður 7. desember 2020 í Los Angeles, Kalifornia) var amerikanskur generalur og royndarflogskipari. Yeager var tann fyrsti flogskiparin, sum breyt ljóðmúrin. Tað hendi hin 14. oktober 1947, meðan hann fleyg í serliga flogfarinum Bell X-1. Yeager náddi við flogfarinum eina toppferð á 1,06 Mach. Hetta svaraði til meira enn 1.000 kilometrar um tíman. Fyri avrik sítt fekk hann í 1985 heiðurin "Presidential Medal of Freedom", sum táverandi amerikanski forsetin, Ronald Reagan, honum handaði. Filmur frá 1947, tá ið Chuck Yeager brýtur ljóðmúrin hin 14. oktober. Rúnakvæði. Rúnakvæði eru trý kvæði frá miðøldini, ið greiða frá nøvnunum hjá rúnunum á fornenskum, norskum og íslenskum. Tey íslensku og norsku rúnakvæðini innihalda 16 rúnir frá "teimum" "yngri rúnarøðunum" og fornenska rúnakvæðið inneheldur 26 rúnir frá "tí fornenska rúnaraðnum". Fornenska kvæðið er sannlíkt skrivað í 10. øld men kan vera eldri. Norska kvæðið er sannlíkt frá 13. øld og tað íslenska frá 15. øld. Kvæðini eru ólík, men í øllum kvæðunum eru bæði heiðnar og kristnar kenningar. Umframt hesi trý kvæðini er rúnalisti skrivaður í 9. øld, ið er nevndur "Abecedarium Nordmannicum". Lutverkið hjá rúnakvæðunum er óvisst, men trúliga vóru tey áminningarramsur fyri att kunna minnast raðið og nøvnini hjá rúnunum. Poul Schlüter. Poul Holmskov Schlüter (føddur 3. apríl 1929 í Tønder, deyður 27. mai 2021 á Frederiksberg í Keypmannahavn) var danskur politikari (KF). Hann var forsætisráðharri i Danmark í tíðarskeiðnum frá 1982 til 1993. Eftirmaður hansara sum forsætisráðharri var Poul Nyrup Rasmussen. Schlüter var útbúgvin løgfrøðingur. Hann byrjaði sína yrkisleið sum politikari fyrst í 1950-árunum, tá hann gjørdist formaður fyri Konservativ Ungdom. Hann var limur í danska Fólkatinginum frá 1964 til 1994 og leiðari av Konservativa fólkaflokkinum í tveimum skeiðum, 1974-1977 og 1981-1993. Afturat hesum var hann limur í Evroparáðnum 1971–1974 og í ES-parlamentinum 1994–1999. Kiel. Kiel er havnarbýur í Norðurtýsklandi. Hann liggur báðumegin Kielarfjørðin við Eystrasaltið. Býurin er høvuðsstaðurin og størsti býur í týska stakríkinum Schleswig-Holstein. Hann er týdningarmesta herflotahavnin í Týsklandi. Í 2018 búðu í Kiel uml. 247.500 fólk. Kiel er universitetsbýur. "Christian-Albrechts-Universität" varð sett á stovn í 1665 og var um hetta mundið norðasta universitetið í tí Heilaga rómverska ríkinum. Søga. Kiel varð grundlagdur í 13. øld. Upprunaliga navnið á miðlágtýskum var "Holstenstadt tom Kyle" Kielarfriðurin. Friðarsáttmálin millum Danmarkar og Svøríkis: Eftir samráðingar í fýra dagar varð friðarsáttmáli undirskrivaður í Kiel í Holsteini 14.-15. januar 1814 - á tí sonevndu Kielar-náttini. Wolverhampton Wanderers F.C.. Wolverhampton Wanderers Football Club er eitt fótbóltsfelag úr enska býnum Wolverhampton. Felagið varð sett á stovn í 1876. Besta liðið, við kelinavninum "The Wolves", spælir í ovastu ensku fótbóltsdeildini, Premier League. Liðið flutti upp í ovastu deildini á fyrsta sinni í 2003, á oðrum sinni í 2009 og á triðjum sinni í 2018. Venjarin hjá besta liðinum er Bruno Lage úr Portugal og heimadystir verða spældir á Molineux Stadium í býnum Wolverhampton. Býurin liggur í enska økinum West-Midlands, um leið 25 km í ein útnyrðing av Birmingham. Premier League 2020-21. Premier League 2020-21 var tann 29. sesongin í Premier League, ið er hægsta fótbóltsdeildin í enskum fótbólti, síðan deildin varð stovnað í 1992. Sesongin byrjaði 12. september 2020 og vardi til 23. mai 2021. Liverpool var forsvarandi meistari, meðan Leeds United, West Bromwich Albion og Fulham vóru nýggj lið í deildini, eftir at liðini fluttu upp úr Football League Championship 2019-20. Manchester City vann sín fimta Premier League tittul og sín 7. enska meistaraheitið. Niðurflytarar gjørdust Fulham F.C., West Bromwich Albion og Sheffield United. Lið. Tilsamans luttóku 20 lið í deildini, av teimum spældu 17 lið við í undanfarnu kapping 2019–20 og trý lið fluttu upp úr næstbestu deildini Football League Championship 2019–20. Pranab Mukherjee. Pranab Mukherjee (føddur 11. desember 1935, deyður 31. august 2020) var indiskur løgfrøðingur og politikari. Hann var forseti í India frá 2012 til 2017. Pervez Musharraf. Pervez Musharraf (føddur 11. august 1943 í Delhi í Bretska India) er fyrrverandi pakistanskur herovasti og politikari. Hann var forseti í Pakistan frá 2001 til 2008. Í 1999 framdi stýrið í pakistanska herinum, við Musharraf herovasti á odda, eitt hernaðarkvett ímóti táverandi stjórnini í Pakistan. Musharraf koyrdi stjórnina hjá forsætisráðharranum, Nawaz Sharif, frá og tók valdið. Í 2001 útnevndi Musharraf seg sjálvan til forseta í Pakistan. Árið eftir útskrivaði hann tjóðartingsval fyri at rættvísgera embæti sítt sum forseti. Á valinum í oktober 2002 fekk flokkurin hjá Musharraf meirilutan. Nøkur ár seinni, í oktober 2007, eydnaðist tað Musharraf at vinna forsetavalið í Pakistan enn einaferð, men hægstirættur hevði ta áskoðan, at vinnarin av pakistanska forsetavalinum ikki kundi staðfestast, áðrenn hægstirættur hevði tikið avgerð í málinum, hvørt Musharraf kundi vera ovasti av pakistanska herinum og samstundis forseti í Pakistan. Nakrar vikur seinni, tíðliga í november 2007, lýsti Musharraf undantaksstøðu í Pakistan. Stjórnarskipanin í landinum varð sett úr gildi, hægstarættarforsetin og tjóðartingið vórðu koyrd til hús. Undantaksstøðan vardi í seks vikur. Árið eftir, tann 7. august 2008, kunngjørdu andstøðuflokkarnir, at teir ætlaðu sær at reisa eitt ríkisrættarmál móti Musharraf, orsakað av valdsmisnýtslu undir undantaksstøðuni. Tíggju dagar seinni, tann 18. august, legði Musharraf frá sær sum forseti. Hann rýmdi úr landinum í november mánaði í 2008 og fór at búgva í útlegd, fyrst í London, seinni í Dubai. Bæði í 2013 og 2018 royndi hann at stilla upp til forsetavali, men ein dómstólur í Pakistan noktaði honum at taka lut í valinum. Í 2019 varð Musharaf ákærdur fyri at hava misnýtt vald sítt og dømdur til deyða fyri hásvikagerð. Málið snúði seg um, hvussu hann handfór støðuna í landinum, tá hann setti undtaksstøðu í gildi. Musharaf er fyrsti forseti í Pakistan, sum varð dømdur fyri at hava sett seg sjálvan oman fyri lógina. Hann býr í løtuni í útlegd í Dubai fyri at sleppa undan revsing. Aston Villa F.C.. Aston Villa Football Club er eitt enskt fótbóltsfelag heimahoyrandi í býnum Birmingham. Besta liðið leikar í ovastu ensku fótbóltsdeildini, Premier League. Felagið varð stovnað í 1874. Tað er eitt av teimum tólv feløgunum, ið settu á stovn The Football League í 1888. Besta liðið, við kelinavninum "The Villans", spælir sínar heimadystir á Villa Park-vølli í Birmingham. Venjarin hjá liðinum er Dean Smith. Birmingham er næststørsti býurin í Onglandi. Hann liggur í økinum West-Midlands, um leið 120 míl í ein útnyrðing av enska høvuðsstaðnum London og miðskeiðis millum London og Liverpool. Burnley F.C.. Burnley Football Club er eitt enskt fótbóltsfelag úr býnum Burnley, sum leikar í ovastu ensku fótbóltsdeildini, Premier League. Felagið varð sett á stovn í 1882. Tað er eitt av teimum tólv feløgunum, sum stovnaðu The Football League í 1888. Besta liðið, við kelinavninum "The Clarets", spælir sínar heimadystir á Turf Moor-vølli í Burnley. Venjarin hjá besta liðinum er Sean Dyche. Býurin Burnley liggur í Lancashire, í Útnyrðingsonglandi, 21 míl norðan fyri Manchester. Brighton & Hove Albion F.C.. Brighton móti Spurs í 2011. Brighton & Hove Albion Football Club er eitt fótbóltsfelag úr strandarbýnum Brighton í Landsynningsonglandi. Býurin liggur ein tíma sunnan fyri London. Felagið varð stovnað í 1901. Besta liðið, við kelinavninum "The Seagulls", spælir í ovastu ensku fótbóltsdeildini, Premier League. Liðið flutti upp í ovastu deildini í 18. Heimadystir verða spældir á Amex Stadium í smábýinum Falmer, sum liggur 8 km í ein landnyrðing av Brighton. Venjarin hjá besta liðinum er Graham Potter. Hann tók við í 2019. Sheffield United F.C.. Sheffield United Football Club er eitt fótbóltsfelag heimahoyrandi í enska býnum Sheffield. Besta liðið leikar í ovastu ensku fótbóltsdeildini, Premier League. Felagið varð stovnað í 1889 og limaði seg inn í Football League í 1892. Besta liðið flutti upp í Premier League á fyrsta sinni í 1992, á oðrum sinni í 2006 og á triðjum sinni í 2019. Sheffield United, sum millum manna eisini verður kallað "The Blades", spælir heimadystir á Bramall Lane Stadium í Sheffield, sum rúmar fleiri enn 32.000 áskoðarum. Venjarin hjá besta liðinum er Chris Wilder, sum tók við í 2016. Býurin Sheffield liggur í enska økinum Yorkshire og Humber, sunnan fyri Leeds og eystan fyri Manchester. West Bromwich Albion F.C.. The Hawthorns í West Bromwich í 2013. The Hawthorns í West Bromwich. West Bromwich Albion Football Club er eitt fótbóltsfelag úr enska býinum West Bromwich. Besta liðið, ið millum manna verður kallað "The Baggies", kappast í ovastu ensku fótbóltsdeildini, Premier League. Fótbóltfelagið varð sett á stovn í 1878. Tað er eitt av teimum tólv feløgunum, ið stovnaðu The Football League í 1888. Felagið spælir sínar heimadystir á The Hawthorns í West Bromwich, sum rúmar 26.688 fólkum. Venjarin hjá besta liðinum er Sam Allardyce. Hann tók við í desember mánaði 2020. West Bromwich liggur í ein útnyrðing av enska stórbýnum Birmingham, í einum øki sum kallast West-Midlands, nakað miðskeiðis millum London og Liverpool. Lincoln (Ongland). Lincoln er ein býur í Onglandi, 253 km norðan fyri London. Har í Lincoln búðu í 2018 fleiri enn 99 túsund fólk. Býurin liggur í greivadøminum Lincolnshire, sum er partur av East-Midlands økinum. Høvuðssætið hjá greivadøminum er í Lincoln. Mest stórsligni bygningurin í býinum er dómkirkjan "Lincoln Cathedral" ið varð reist í 1072. Pål Sverre Valheim Hagen. Pål Sverre Valheim Hagen (føddur í tann 6. november 1980 Stavanger) er ein norskur sjónleikari, ið hevur spælt við í filmum sum t.d. Kon Tiki, Ragnarok, Amundsen, Kraftidioten og Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í ruðuleikanum?. Hann spældi eisini við í sjónvarpsrøðini Exit frá 2019. Hann er nokk best kendur altjóða fyri at spæla Thor Heyerdahl í filminum "Kon-Tiki", ið varð tilnevndur Oscar og Golden Globe viðr. Hann hevur eisini vunnið norska Amandaprisen fyri leiklutin sum Thor Heyerdal í Kontiki. Crystal Palace F.C.. Crystal Palace Football Club er eitt enskt fótbóltsfelag, heimahoyrandi í býlinginum South Norwood, sum liggur í býarpartinum Croydon, í sunnaru helvt av enska høvuðsstaðinum London. Felagið varð sett á stovn í 1905. Upprunaliga spældi felagið heimadystir sínar á "Crystal Palace"-vølli. Undir Fyrra heimsbardaga mátti felagið tó flyta tvær ferðir, fyrst í 1915 til "Herne Hill", og seinni, í 1918, til "The Nest". Síðan 1924 hevur felagið spælt sínar heimadystir á Selhurst Park, sum rúmar fleiri enn 25 túsund fólkum. Fyrsta liðið, við kelinøvnunum "The Eagles" og "The Glaziers", kappast í løtuni í Premier League, sum er besta enska fótbóltsdeildin. Síðan 2017 er Roy Hodgson venjari hjá fyrsta liðinum. Carlo Ancelotti. Carlo Ancelotti (føddur 10. juni 1959) er italskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Hann hevur verið venjari hjá enska Premier League liðinum Everton F.C. frá desember 2019 til mai 2021. Tann 1. juni 2021 gjørdist hann høvuðsvenjari hjá spanska liðinum Real Madrid, hann tók við eftir Zinedine Zidane. Frank Lampard. Frank James Lampard (føddur 20. juni 1978) er enskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Frá juli 2019 til januar 2021 var hann høvuðsvenjari hjá enska Premier League liðinum Chelsea F.C. úr London. Brendan Rodgers. Brendan Rodgers (føddur 26. januar 1973) er nórðurírskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Síðan februar 2019 er hann høvuðsvenjari hjá enska Premier League liðinum Leicester City F.C.. Sundaferjan. Sundaferjan var ein bilferja í Føroyum, sum sigldi frá 1969 til 1976 millum Oyri, Hvalvík, Hósvík og Selatrað. Bilferjan byrjaði at sigla hin 23. juni 1969. Søga. Gamla Sundaferjan varð bygd í Svendborg í 1954 og sigldi í 12 ár millum Svendborg og Vindby – tá undir navninum Fritz Juel. Á sumri í 1969 keypti reiðaríið Sundaferjan á Oyrabakka ferjuna, og hon var í Føroyum fram til 1976, tá ið hon aftur varð keypt til Danmarkar og røkti farleiðir har fram til 2001. Arkitekturin Nils Jeppe Hansen umbygdi í 2001 skipið til ein húsbát, sum er 350 fermetrar til støddar. Í 2013 keypti Thomas Blachman, ið m.a. er kendur sum dómari í sjónvarps tónleikakappingini X-factor, húsbátin til at brúka sum kreativan verkstað. Gamla Sundaferjan hevur nú adressu á Danneskiold-Samsøes Allé í Keypmannahavn. José Mourinho. José Mário dos Santos Mourinho Félix (føddur 26. januar 1963) er portugisiskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. José Mourinho hevur nógvar royndir sum venjari. Frá november 2019 til apríl 2021 var hann høvuðsvenjari hjá enska Premier League liðinum Tottenham Hotspur F.C.. Matterhorn. Matterhorn (á italskum "Monte Cervino") er eitt av teimum kendastu fjøllunum í Alpunum. Fjallið, sum rísur 4.478 metrar, stendur á markinum millum Sveis og Italia. Fyrsti maðurin, sum kom á toppin, var bretski fjallaklintrarin Edward Whymper. Tað hendi hin 14. juli 1865. Isabelle de Charrière. Isabelle de Charrière (fødd "Isabella Agneta Elisabeth van Tuyll van Serooskerken" 20. oktober 1740 á slottinum Zuylen nærindis Utrecht, deyð 27. desember 1805 í Colombier, eisini kend sum "Belle van Zuylen" í Niðurlondum og sum "Madame de Charrière", var ein franskmæltur rithøvundur, brævskrivari og komponistur, ið eftir sítt hjúnarband í 1771 var fastbúgvandi í Sveis. Hon skrivarði skaldsøgur, greinar, pamflettir og tekstir til sjónleikarhúsini, men er best kend fyri sína umfatandi brævaskriving við fleiri av teimum intellektuellu frá hennara samtíð. Hennara áhugamál vóru bæði innan samfelags viðurskifti og politikk, og verk hennara fronsku kollveltingina verður mett at vera serliga áhugaverd. Isabelle van Tuyll van Serooskerken var dóttir aðalmannin Diederik Jacob van Tuyll van Serooskerken (1707–1776) og konu hansara Helena Jacoba de Vicq (1724–1768), ið var av borgarastætt. Isabelle var tann elsta av sjey systkjum, og hon fekk eina nógv betri útbúgving enn vanligt var fyri gentur tá. Í 1750 varð Isabelle send til Geneva og ferðaðist gjøgnum Sveis og Frakland saman við fransktalandi guvernantu hennara, Jeanne-Louise Prevost, ið var lærari hennara frá 1746-1753. Eftir at hava tosað bara franskt í eitt ár, noyddist hon at læra seg niðurlendskt umaftur, eftir at hon var komin heim aftur til Niðurlond. Men hóast tað, so bleiv franskt verandi tað málið, ið henni dámdi best at skriva á restina av lívinum, og tað kann vera ein av orsøkunum til at verk hennara í langa tíð ikki vóru so kend í føðilandi hennara. Seinni, í 1771 giftist hon við sveisiska Charles-Emmanuel de Charrière de Penthaz (1735–1808), hann var føddur Colombier, Hann var fyrrverandi privatlærari hjá beiggja hennara Willem René frá 1763 til 1766. Eftir tað varð hon kend sum Isabelle de Charrière. Tey búsettust í Le Pontet í Colombier (nærindis Neuchâtel), tað var abbi hansara Béat Louis de Muralt, ið keypti tað. Har búðu tey saman við verfaðir hennara François (1697–1780) og tveimum ógiftum sistrum hansara, Louise (1731–1810) og Henriette (1740–1814). Dean Smith. Dean Smith (føddur 19. mars 1971 í West Bromwich) er enskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Síðan oktober 2018 er hann høvuðsvenjari hjá enska Premier League liðinum Aston Villa. Ralph Hasenhüttl. Ralph Hasenhüttl (føddur 9. august 1967 í Graz) er eysturríkiskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Hann er høvuðsvenjari hjá enska Premier League liðinum Southampton F.C. síðan desember 2018. Southampton. Southampton er ein býur ("city") í greivadøminum Hampshire á syðru strondini í Onglandi. Havnarbýurin hevur status bæði sum sjálvstøðugur fyrisitingarligur myndugleiki ("unitary authority") og sum fyrisitingarligt øki ("district") innan greivadømi. Southampton liggur 110 kilometrar í ein útsynning frá London, nakað miðskeiðis millum býirnar Salisbury og Portsmouth. Í 2019 búðu í býnum fleiri enn 252 túsund fólk. Tvær áir, "River Test" og "River Itchen", renna ígjøgnum Southampton og týdningarmikil herflotahavn er stødd har í býnum. Sunnan fyri Southampton liggur størsta oyggj í Onglandi, Isle of Wight. Pål Eitrheim. Pål Eitrheim arbeiður í Equinor sum framkvæmdastjóri nýrra orkulausna (NES) síðan 17. ágúst 2018. Hann eru norsk. Greenville (South Carolina). Greenville er sættstørsti býur í amerikanska lutstatinum South Carolina. Býurin liggur í útnyrðingshorninum á Suðurcarolina, um leið 100 míl (160 kilometrar) í ein útnyrðing frá høvuðsstaðnum Columbia, og nakað miðskeiðis millum býirnar Atlanta í Georgia og Charlotte í North Carolina. Áin "Reedy River" rennur ígjøgnum miðbýin og stóra fjallarøðin Blue Ridge Mountains, sum er partur av Appalakkufjøllum, er í ein útnyrðing úr býnum. Í 2019 búðu fleiri enn 70 túsund fólk í Greenville. Søga. Evropeisk niðursetufólk búsettust har í økinum í 1770-árunum. Niðursetingin fekk í 1797 navnið "Pleasantburg", men í 1831 varð býurin uppkallaður eftir amerikanska generalinum Nathanael Greene. Kiri Te Kanawa. Kiri Te Kanawa í 2013. Kiri Janette Te Kanawa (fødd sum "Claire Mary Teresa Rawstron" 6. mars 1944 í Gisborne í Nýsælandi) er nýsælendsk sopransangarinna. Yrkisleiðin hjá henni sum operasangarinna byrjaði í London desember 1968 og vardi til 2017. Hon sang í teimum stóru operahúsunum kring heimin og var serliga kend fyri sínar tulkningar av Mozart og Richard Strauss. Í 1981 sang hon í St Paul’s dómkirkjuni í London, tá tann bretski trónarvingurin, Charles krúnprinsur, giftist við Dianu prinsessu. Hornabøur. Hornabøur er ein býlingur í Tórshavn. Georg II av Stórabretlandi. Georg II av Stórabretlandi (á týskum: "Georg August", á enskum: "George Augustus") var hertogi av Braunschweig-Lüneburg, kurfúrsti av Hannover og kongur av Stórabretlandi og Írlandi fra 11. juni 1727 (jul.) til deyða sín. Hann var sonur Georg I av Stórabretlandi og konu hansara Sophiu Dorothea av Celle. Georg II var tann seinasti bretski kongurin, sum varð føddur uttan fyri Stórabretland og tann seinasti bretski kongurin, sum í kríggi persónliga stóð á odda fyri bretskar herdeildir. Í 1705 giftist Georg við Carolinu av Ansbach (1683-1737). Tey fingu átta børn, tríggjar dreingir og fimm gentur. Tað yngsta barnið, Louisa av Stórabretlandi, gjørdist seinni konu Fríðrik V kong og var drotning av Danmark og Noregi frá 1746 til 1751. Í juni mánaði 1727 doyði pápin, Georg I, og trónarvingin, Georg II, gjørdist kongur í Stóra Bretlandi. Fýra mánaðar seinni, tann 11. oktober, varð hann krýndur. Hóast Georg II var tann sitandi bretski kongur, brúkti hann ein stóran part av síni tíð til at búleikast í kurfúrstadøminum Hannover. Í 1737 stovnaði hann har lærda háskúlan "Georgia Augusta" í Göttingen. Summarið 1745 gjørdi Charles Edward Stuart innrás í Skotland og krav uppá at vera kongur, tí hann helt at hann var tann rætti og lógligi bretski trónarvingin. Hann fekk stuðul úr Fraklandi. Av onglendingum varð hann bert kallaður "The Young Pretender". Innrásin var tó ein álvarslig hóttan ímóti valdinum hjá Georg II kongi. Árið eftir eydnaðist tað hertoganum av Cumberlandi - hann æt William Augustus og var yngsti sonurin hjá Georg II kongi - at vinna á herdeildini hjá Bonnie Prince Charlie. Hetta fór fram í apríl mánaði 1746 í tí víðagitna bardaganum við Culloden. Vígvøllurin liggur nærindis býnum Inverness í Skotlandi. Sama árið skrivaði Georg Friedrich Händel oratoriið "Judas Maccabaeus", hertoganum av Cumberlandi til heiðurs og bardaganum við Culloden til minnis. Tann 25. oktober 1760 andaðist Georg II, 76 ára gamal á Kensington slottinum í London. Av tí at elsti sonurin og trónarvingin, Frederick Lewis krúnprinsur, doyði fyri tíðina í 1751, gjørdist abbasonur, Georg III, kongur. Persiskt mál. Persiskt mál (پارسی) er indoevropeiskt, Iransk mál, sum verður tosað m.a. í Iran, Afghanistan og Tadsjikistan. Persiskt er móðurmál hjá um 110.000.000 fólkum. Detroit Red Wings. Detroit Red Wings er eitt íshokky lið úr Detroit, USA. Liðið spælir í NHL. Sam Allardyce. Sam Allardyce (føddur 19. oktober 1954 í Dudley, Ongland) er enskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Síðan 16. desember 2020 er hann høvuðsvenjari hjá enska Premier League liðinum West Bromwich Albion. Tjörnarp. Tjörnarp er ein bygd í Höörs kommunu í Svøríki við 923 íbúgvum í 2019. Nuno Espírito Santo. Nuno Espírito Santo í 2015. Nuno Espírito Santo (føddur 25. januar 1974) er portugisiskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Síðan mai 2017 er hann høvuðsvenjari hjá enska Premier League liðinum Wolverhampton Wanderers F.C.. Manuel Pellegrini. Manuel Luis Pellegrini Ripamonti (føddur 16. september 1953 í Santiago í Kili) er kilenskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Hann spældi fyri kilenska felagið Universidad de Chile frá 1973 til 1986​ og gjørdist venjari hjá felagnum í 1988. Síðan tá hevur hann verið venjari hjá fleiri ymiskum liðum, millum annað høvuðsvenjari hjá Real Madrid (2009-10) og enska Premier League liðinum Manchester City (2013-14). Í løtuni (2021) er hann høvuðsvenjari hjá spanska felagnum Real Betis. Claudio Ranieri. Claudio Ranieri (føddur 20. oktober 1951) er italskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Hann spældi fyri ymisk italsk feløg frá 1973 til 1986​. Síðan 1987 hevur hann verið venjari hjá fleiri liðum, m.a. høvuðsvenjari hjá Atlético Madrid (1999-2000), Chelsea (2000-2004), Juventus (2007-2009), AS Roma (2009-2011), Leicester (2015-2017) og Fulham (2018-2019). Í løtuni (2021) er hann høvuðsvenjari hjá italska felagnum UC Sampdoria. Alan Shearer. Alan Shearer (føddur 13. august 1970 í Newcastle upon Tyne) er fyrrverandi enskur fótbóltsleikari og fyrrverandi venjari hjá Newcastle United F.C.. Hann byrjaði sína yrkisleið sum fótbóltsleikari í 1988 í Southampton. Í 1992 skifti hann til Blackburn Rovers og í 1996 til Newcastle United, har hann spældi tað mesta av síni yrkisleið sum fótbóltsleikari. Í 2006 gavst hann sum yrkisspælari. Hann er tann fótbóltsspælari sum higartil hevur skorað flest mál í enska Premier League, íalt 260 mál. Santa Fe. Santa Fe er høvuðsstaðurin og fjórðstørsti býurin í amerikanska lutstatinum New Mexico. Býurin liggur í norðara parti av lutstatinum, í 2194 metra hædd. Harvið er Santa Fe tann hægst liggjandi høvuðsstaðurin í USA. Í 2019 búðu fleiri enn 84 túsund fólk í Santa Fe. Søga. Santa Fe bleiv grundlagdur av spaniamonnum í 1607. Býurin gjørdist høvuðsstaðurin í New Mexico í 1912. Molly Nilsson. Molly Nilsson (fødd 14. desember 1984) er ein svensk songkvinna og sangskrivari. Ängie. Angelina Dehn, betri kend sum Ängie, (fødd 22. mars 1995 í Stokkhólmi) er ein svensk songkvinna. Dover (Delaware). Dover er næststørsti býur og høvuðsstaður í amerikanska stakríkinum Delaware. Í 2019 hevði býurin fleiri enn 38 túsund íbugvar. Høvuðsstaðurin liggur nakað miðskeiðis í lutstatinum, millum býirnir Wilmington (fyri norðan) og Salisbury (fyri sunnan). Lærdi háskúlin "Delaware State University" er staðsettur í Dover. Áin "Saint Jones River" rennur igjøgnum býin. Søga. Dover varð grundlagdur í 1693. Tað var William Penn, sum uppkallaði niðursetubygdina eftir býnum Dover í Kent í Onglandi. K. T. Oslin. Kay Toinette Oslin, betur kend sum K.T. Oslin (fødd 15. mai 1942 í Crossett í Arkansas, deyð 21. desember 2020 í Nashville í Tennessee) var amerikonsk country-sangarinna og sangskrivari. Hon gjørdist serliga kend fyri sangin "80's Ladies" frá 1987, sum hon sjálv hevði skrivað. Árini 1988/89 vann hon tríggjar Grammy virðislønir. David Moyes. David William Moyes (føddur 25. apríl 1963 í Glasgow í Skotlandi) er skotskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Síðan 7. november 2017 er hann høvuðsvenjari hjá enska Premier League liðinum West Ham United. Gwyneth Paltrow. Gwyneth Kate Paltrow (fødd 28. september 1972 í Los Angeles í Kalifornia) er amerikonsk sjónleikarinna. Hon byrjaði sína yrkisleið sum sjónleikari fyrst í 1990-árunum. Í 1998 fekk hon eina Oscar-virðisløn fyri Besta kvinnuliga sjónleikara fyri sín høvuðsleiklut í filminum "Shakespeare in Love" og í 2010 varð hon heiðrað við einari stjørnu á Walk of Fame í Hollywood. Lejeune yvirlýsingin. Lejeune yvirlýsingin ella Yvirlýsingin hjá tænarum lívsins er heitið av einari yvirlýsing frá 1994, ið er orðað av franska barnalæknanum og ættarbregðisgranskaranum Jerome Lejeune. Yvirlýsingin er grundarlagið undir Pro Vita rørsluni. Ny Carlsberg Glyptotek. Ny Carlsberg Glyptotek er eitt savn í Keypmannahavn, ið varð stovnað í 1882. Martti Ahtisaari. Martti Oiva Kalevi Ahtisaari (føddur 23. juni 1937 í Viborg í Finnlandi) er finskur politikari (SDP). Hann var 10. forseti Finnlands frá 1994 til 2000. Á forsetavalinum í 1994 var hann valevnið hjá finska javnaðarflokkinum, og hann varð valdur til forseta í øðrum umfari. Hann vann á Elisabeth Rehn. Martti Ahtisaari hevur verið virkin á altjóða pallinum í mong ár fyri at verja friðin og trygdina í heiminum. Í 2008 varð hann heiðraður við Friðarheiðurslønini Nobels. Síðan 1968 er Martti Ahtisaari giftur við Eevu Irmeli Hyvärinen. Í 1992 vórðu hjúnini tilnevnd heiðursborgarar í Namibia. Sosialdemokratiski flokkurin í Finnlandi. Sosialdemokratiski flokkurin í Finnlandi (finskt: "Suomen Sosialidemokraattinen Puolue"; svenskt: "Finlands Socialdemokratiska Parti"), stytt SDP, er ein vinstrahallur, sosialdemokratiskur politiskur flokkur í Finnlandi. Flokkurin varð settur á stovn í 1899 undir heitinum "Finski arbeiðaraflokkurin", tó longu í 1903 fekk finski javnaðarflokkurin núverandi heitið SDP. Á tjóðartingsvalinum í apríl mánaði 2019 vann SDP valið tepurt og gjørdist við 40 sessunum størsti flokkur í tjóðartinginum síðan 2003. Í juni mánaði skipaðu fimm flokkar nýggja stjórn í Finnlandi og Antti Rinne gjørdist forsætisráðharrin. Stjórnarkreppa førdi til at stjórnin varð umskipað í desember mánaði og Sanna Marin gjørdist nýggi forsætisráðharrin. Floksformaður síðan 2020 er Sanna Marin. Topeka. Topeka er høvuðsstaðurin í amerikanska stakríkinum Kansas. Samstundis er hann fimtstørsti býurin í lutstatinum, aftan fyri Wichita, Overland Park, Kansas City og Olathe. Topeka liggur í landnyrðingspartinum av Kansas, umleið 100 km vestan fyri Kansas City og umleið 220 km í ein landnyrðing úr Wichita. Í 2019 hevði býurin fleiri enn 125 túsund íbugvar. Kansasá rennur fram við býinum. Arken. Arken Museum for Moderne Kunst er eitt savn í Ishøj, ið varð stovnað í 1996. Elsti føroyingur. Elsti føroyingur ið nakrantíð hevur livað, er Theodor Thomassen, føddur 28. oktober 1908 í Sørvági, deyður 9. mars 2016 í Sørvági. Hann gjørdist 107 ára gamal og 4 mánaðir og 12 dagar. Theodor Thomassen eigur sostatt metið sum Føroya elsta fólk nakrantíð. Elsta konufólk (og næst elsta fólk) sum nakrantíð hevur livað í Føroyum, er nú Nikala Laurina Franciska Jensen úr Sumba (vanliga nevnd Kala). Hon var fødd 3. september 1915 á Glyvrum. Hon fylti sostatt 106 ár tann 3. september 2021. Hon flutti sum barn til Sumbiar, har hon seinni giftist. Kala er enn á lívi og býr á Ellisheiminum á Tvøroyri (september 2021). Kala er sostatt næst elsta fólkið, ið nakrantíð hevur livað í Føroyum. Áðrenn Theodor Thomassentók metið sum elsta fólk í Føroyum, átti Drikka á Fløtti við Gjógv hetta metið. Hon varð fødd 2. juli 1875 og doyði 23. november 1980 - 105 ára gomul. Um føroyingar ið búðu uttanlands verða taldir við, so átti Johannes Frederik Karl Sofus Tauser av Eiði, sum búði í Helsingør seinna partin av sínum lívi, metið sum elsti føroyingur áðrenn Theodor. Jóhannes Tauser var føddur 23. februar 1902 og doyði 12. januar 2008 í Helsingør og gjørdist sostatt eins og Drikka á Fløtti 105 ár. Jóhannes Tauser var bert 42 dagar undir 106 ár, tá hann doyði. Portrið til heimin. Portrið til heimin, er eitt listaverk í Fuglafirði, sum er latið av danska listabólkinum 7*9*13, á Varmakeldu í 2004. Listaverkið er ein røð av fimm standmyndum, sum eru staðsettar á grótkastinum uttanfyri bátahylin í Fuglafirði. Tær hava íblástur úr vegamótinum millum náttúru og menniskja, sum kemur til sjóndar á ymiskan hátt, alt eftir hvørjari standmynd hugt verður at. Í listaverkinum síggjast trýggir marmennlar, sum eru skapaðir við íblástri úr tulkingini av marmennlinum hjá William Heinesen, sum hann avmyndar hann í sínum pappírsklippi. 7*9*13. Listabólkurin 7*9*13 er stovnaður í 1999, og stendur av listafólkunum Vif Dissing, Emilie Hess, Mona Espenhain Nielsen, Anette Arleth og Michael Arleth, sum øll búgva í Horbelev í Danmark. Navnið á listabólkinum kemst av, at øll listafólkini í bólkinum fluttu á sama veg, í hús nummar 7, 9 og 13. Listabólkurin hevur áður arbeitt við evnum, sum snúgva seg um pátrúgv. 7-9-13 er ein gandaramsa, sum hevur verið partur av norðurlendskari fólkatrúgv ella pátrúgv, sum tó fyrstuferð er niðurskrivað í 1913. Gandaramsan hevur verið søgd í endanum á einum setningi, fyri at fyribyrgja, at eydnan í hesum sambandi skal venda. Í dag er útsøgnin "banka uppundir borðið" betri kend, sum verður nýtt á sama hátt sum 7-9-13. Øll trý tølini í ramsuni hava sterkan súmbolskan týdning, har 7 er eydnutal, 9 er kent út ævintýrum og kristnum súmbolikki og 13 bæði er eydnutal og óeydnutal. Gatlinburg. Gatlinburg er ein býur í amerikanska lutstatinum Tennessee. Býurin liggur 63 km í ein landsynning av Knoxville, í eystara partinum av Tennessee, í 393 metra hædd og beint við tjóðargarðin, sum kallast "Great Smokie Mountain Nat'l Park". Í 2019 búðu í Gatlinburg út við 3860 fólk. Søga. Fyrstu evropeisku niðursetumenninir búsettust í økinum um 1806. Í 1856 læt posthúsið upp í Gatlinburg. Óli Petersen. Óli Petersen (føddur í Klaksvík 24. januar 1936) er ein føroyskur teknari. Óli hevur m.a. tekna í Sosialinum og Vágaportalinum. Hann hevur útgivið bøkurnar Skemt frá 1989 til ár 2000. Thomas Tuchel. Thomas Tuchel (føddur 29. august 1973 í Krumbach í Bayern) er týskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Síðan 26. Januar 2021 er hann høvuðsvenjari hjá enska Premier League liðinum Chelsea. Wolverhampton. Wolverhampton er ein býur ("city") í Onglandi, ið er í ein útnyrðing av Birmingham. Býurin liggur í býargreivadøminum ("metropolitan county") West Midlands og hevur status sum fyrisitingarligt býarøki ("metropolitan borough", eitt serligt "district" slag) innan býargreivadøminum. Í 2018 búðu út við 262 túsund fólk í Wolverhampton. Søga. Býurin varð grundlagdur í 985, við heitinum "Wulfrūnehēantūn". Í 994 varð eitt kleystur sett á stovn, á staðnum, har í dag stendur St. Peter's Collegiate Church. Cardiff. alt=Kort yvir Wales og Cardiff Cardiff (walisiskt: Caerdydd) er høvuðsstaður og størsti býur í Wales. Havnarbýurin liggur í greivadøminum Glamorgan, í syðra partinum av Wales, fram við Bristolkanalini. Í 2019 búðu í Cardiff fleiri enn 354 túsund fólk. "River Taff" er navnið hjá ánni, sum rennur igjøgnum býin. Søga. Í 1081 reisti enski kongur, Vilhjálmur hertakarin, har á staðnum á gomlum rómverskum múrum eina borg, sum verður nevnd á enskum "Cardiff Castle" og "Castell Caerdydd" á walisiskum. Navnið Cardiff er av keltiskum uppruna. Fyrstu ferð varð tað nevnt í einum skjali frá 1093. Í byrjanini av 19. øld var Cardiff ikki meira enn ein lítil býur. Men býurin vaks skjótt og havnarlagið, "Cardiff Docks", bleiv týðandi havn, serliga fyri útflutning av koli. Í 1881 gjørdist Cardiff størsti býur í Wales og ein lærdur háskúli varð settur á stovn longu í 1883, men ikki fyrr enn í 1905 fekk Cardiff framíhjárættindini sum býur ("city"). Hin 20. desember 1955 gjørdist býurin høvuðsstaður í Wales. Síðan 1999 er walisiska tjóðartingið ("Senedd Cymru – Welsh Parliament") staðsett í Cardiff. Cardiff City F.C.. Cardiff City Stadium í 2009. Cardiff City Football Club (walisiskt: "Clwb Pêl-droed Dinas Caerdydd") er eitt fótbóltsfelag frá walisiska høvuðsstaðnum Cardiff. Besta liðið flutti niður úr Premier League í 2018-19. Síðan hevur Cardiff City leikað í næstbestu ensku fótbóltsdeildini, EFL Championship. Felagið varð stovnað í 1899, og bleiv valt inn í The Football League í 1920. Besta liðið, við kelinavninum "The Bluebirds", spælir sínar heimadystir á "Cardiff City Stadium" í Cardiff. Venjarin hjá liðinum er Mick McCarthy. Í 2010 keypti kinesiski vinnulívsmaðurin Vincent Tan partabrøvini hjá felagnum og gjørdist sostatt ognari. Walisiski høvuðsstaðurin Cardiff liggur í syðra partinum av Wales, nakrar fáar kilometrar vestan fyri enska býin Bristol. Limfjørðurin. Limfjørðurin skilur Norðurjútland frá restini av Jútlandi. Limfjordsbrúgvin millum Aalborg og Nørresundby. Limfjørðurin er eitt sund í Danmark, sum liggur í norðara partinum av Jútlandi. Sundið er er 180 km langt, kloyvir Jútland heilt úr Hals til Thyborøn og skilur sostatt Norðurjútland, sum er næststørsta oyggin í Danmark, frá restini av Jútlandi. Danski býurin Aalborg liggur báðumegin fjørðin. Limfjordsbrúgvin bindur býarpartarnar norðan fyri og sunnan fyri fjørðin saman. Eitt sindur longri vesturi fer Aggersundbrúgvin um Limfjørðin og bindur saman Himmerland og býurin Aggersund. Oddesundbrúgvin bindur saman Struer og Thyholm. Heilt vestarlaga liggur Thyborøn við fjarðarmunnan á Limfjørðinum út til Vesturhavið. Premier League 2018-19. Premier League 2018-19 var tann 27. sesongin í Premier League, ið er hægsta fótbóltsdeildin í enskum fótbólti, síðan deildin varð stovnað í 1992. Sesongin byrjaði 10. august 2018 og vardi til 12. mai 2019. Forsvarandi meistari, Manchester City, vann sín fjórða Premier League tittul og sín 6. enska meistaraheitið. Wolverhampton Wanderers, Cardiff City og Fulham vóru nýggj lið í deildini, eftir at liðini fluttu upp úr Football League Championship 2017-18. Niðurflytarar gjørdust Cardiff City, Fulham og Huddersfield Town. Lið. Tilsamans luttóku 20 lið í deildini, av teimum spældu 17 lið við í undanfarnu kapping 2017–18 og trý lið fluttu upp úr næstbestu deildini Football League Championship 2017–18. Fulham F.C.. Fulham Football Club er eitt fótbóltsfelag úr enska høvuðsstaðinum London. Býlingurin Fulham liggur í býarpartinum Hammersmith and Fulham, vestarlaga í London. Felagið varð sett á stovn í 1879 og limaði seg inn í The Football League í 1907. Besta liðið, við kelinøvnunum "Cottagers", kappast í løtuni í Premier League, sum er besta enska fótbóltsdeildin. Heimadystir hjá felagnum verða spældir á "Craven Cottage" í Fulham, sum rúmar fleiri enn 19 túsund fólkum. Síðan 2019 er Scott Parker høvuðsvenjari. Huddersfield Town A.F.C.. Huddersfield Town Stadium í 2003. Huddersfield Town Stadium í 2009. Huddersfield Town Football Club er eitt fótbóltsfelag frá enska býnum Huddersfield í Yorkshire. Felagið varð stovnað í 1908, og bleiv valt inn í The Football League í 1910. Besta liðið, við kelinavninum "The Terriers", spælir sínar heimadystir á "Kirklees Stadium" í Huddersfield. Venjarin hjá liðinum er Carlos Corberán. Eftir at 2018-19 sesongin var liðug, flutti Huddersfield Town niður úr Premier League. Síðan tá hevur besta liðið leikað í næstbestu ensku fótbóltsdeildini, EFL Championship. Huddersfield liggur í ensku regiónini Yorkshire og Humber, uml. 30 kilometrar í ein útsynning av býnum Leeds. Nicola Sturgeon. Nicola Sturgeon (fødd 19. juli 1970 í Irvine í North Ayrshire) Síðan 14. november 2014 er hon forkvinna í skotska loysingarflokkinum SNP (Scottish National Party). Tann 20. november 2014 gjørdist hon fimti fyrstiráðharrin í Skotlandi. Bókmentaheiðursløn til minnis um Astrid Lindgren. Bókmentaheiðursløn til minnis um Astrid Lindgren (svenskt: Litteraturpriset till Astrid Lindgrens minne, enskt: Astrid Lindgren Memorial Award) er ein altjóða virðisløn fyri bókmentir til børn, stovnað av svensku stjórnini í 2002 fyri at heiðra svenska barnabóka rithøvundin Astrid Lindgren (1907–2002). Virðislønin er fimm milliónir svenskar krónur, tað ger virðislønina til at størstu av hesum slag í pengum í heiminum. The annual cost of 10 million SEK (in 2008) is financed with tax money. Mary Wollstonecraft. Mary Wollstonecraft (úttala: /ˈwʊlstənkrɑːft/; fødd 27. apríl 1759 í Spitalfields, London, deyð 10. september 1797 í Somers Town, London) var enskur rithøvundur, heimspekingur og undangongukvinna í stríðinum fyri kvinnurættindum. Hon er mest kend fyri bókina "A Vindication of the Rights of Woman" frá 1792, eins og hon er kend fyri ferðafrásøgnina "Letters Written During a Short Residence in Sweden, Norway, and Denmark" frá 1796, sum gjørdist best umtókta bókin hjá henni um hesa tíðina. Hon er móðir Mary Shelley, rithøvund. Jane Austen. Jane Austen (fødd 16. desember 1775 í Steventon í Hampshire í Onglandi, deyð 18. juli 1817 í Winchester) var enskur rithøvundur. Hon er mest kend fyri sínar romantisku skaldsøgur, eitt nú "Pride and Prejudice" frá 1813 og "Emma" frá 1816. Ghanzi District. Ghanzi District er ein av teimum 10 regiónunum í Botsvana og hevur umleið 43 370 íbúgvar. Ghanzi er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Ghanzi District. Barbara við Kvíggjá. Barbara við Kvíggjá (Gandakellingin úr Kvíggjá). - Fødd umleið 1640. Í 1667 vóru Abraham Isaksen og systir hansara Barbara Isaksdatter við Kvíggjá í rættinum ákærd fyri gand. – Joen Joensen úr Hørg og Katrine Joensdatter úr Laðangarði høvdu reist ákæru ímóti teimum. - Joen Joensen ákærdi Barbaru fyri at hava gjørt seg sjúkan, við at brúka ein ganda-stein, tí tey sótu ikki um sátt bæði. Katrine Joensdatter førdi fram at Kvíggjafólkini høvdu lovað henni at hon skuldi koma at sita einkja og hetta var eisini hent. Abraham og Barbara blivu tó fríkend á tingi. Men tað sigst at Barbara lovaði ongantíð aftur at nýta ganda-steinin og tveitti hann í Skorðafoss. – Skorðafossur er tann fossurin sum liggur tætt við húsini við Kvíggjá og sigst ganda-steinurin at liggja í Skorðafossi, tann dag í dag. Barbara við Kvíggjá er grivin millum túgvurnar, sum síggjast á bønum omanfyri húsini við Kvíggjá. – Barbara bleiv grivin her, antin eftir egnum ynski, ella tí kirkjan ikki vild at hon skuldi í vígda jørð. Tað sigst at gongur mann millum túgvurnar, skal mann koma út fyri eina vanlukku áðrenn árið er at enda komið. Kona Abrahams æt eisini Barbara (Barbara Hansdatter) og var ættað úr Skálavík, men tað var systurin sum var tann kenda gandakellingin ”Barbara við Kvíggjá”. Helst bleiv Barbara ongantíð gift og fekk heldur ikki børn. Bróðurdóttir hennara Ragnhild Abrahamsdatter, arvaði hana. Sum grundgeving fyri arvin stendur í tingbókini Anno 1696 den 9. Junii, at Ragnhild ”havde tient hende og sett hende til gode udj hendes Alderdom”. (Aðrar frásagnir um Barbaru eru í søgnini um “Guttorm í Múla”). Frísarnir í Akrabergi. Fyrstu skrivligu frásagnir um Frísar í Føroyum eru frá seinastu tíggjuárunum í 18. øld, og tær eru eftir munnligari frásøgn. Søgnin sigur, at Frísarnir búleikaðust í Akrabyrgi í Suðuroy. - Nær Frísarnir komu til Føroyar, er ikki greitt, men onkur vil verða við, at frísar longu høvdu bústað í Suðuroy í ár 800. - Í 700-800 talinum rýmdu frísar undan tí franska konginum og búsettust á oyggjunum á vestur síðu Jyllands (Suðurslesvig). Tað kann væl hugsast, at nakrir av teimum sigldu enn longri norður, heilt til Føroyar. - Ein gomul søgn sigur, at norðan fyri tær Bretsku oyggjarnar skuldi ein oyggj liggja, sum nevndist ”Frislandia,” og kann hetta væl hava verið Suðuroy. Tann danski kongurin Abel, sum fall í bardaga við Norðurfrísar í 1252, hevði rikið nógv av fólkinum, sum búði á teimum norðfrísisku oyggjunum út í Vesturhavið, og hesi fólk vóru sigld til ”oyggjarnar í vestri”. – Tað er ikki óhugsandi, at hesir frísar, sum flýddu undan danska konginum, longu tá hava kent til ”Fríslandia” og hava lagt leiðina til Føroyar. Tá tað búði flest frísar í Akrabyrgi, vóru ikki minni enn 13 hús, og vóru hesi hús so mannsterk, at teir kundu manna tvey skip við 12 árum í hvørjum borði. - Skipini høvdu frísarnir liggjandi uppi á mølini í Sumba. – Skipini blivu brúkt til ránsferðir og komu víða um. Best umtóktu vápn hjá frísinum vóru langir knívar (eisini nevndur Sax) og langir stavar, sum høvdu krókar og langan pík í endanum. Sumba, sum er ein av teimum gomlu niðurseturbygdunum í Føroyum, og tá Akraberg bert liggur stutta leið frá bygdini, hava frísarnir í Akrabyrgi og norðbúgvarnir í Sumba óivað verið so tætt knýttir, at teir hava verið at kalla ein samlað búseting. Tann kendasti frísin í Akrabergi var Hergeir, eisini nevndur ”Bóndin í Akrabyrgi”. Hann var víðagitin maður fyri styrki, og hann átti átta prúðar og menniligar synir. – Hergeir er kendur frá søgnini um ”Bardagan í Mannafelsdali”. Hann sigst at hava niðurbrent bispagarðin í Kirkjubø, steðgað byggingini av Kirkjubøarmúrinum og dripið ”Mús”, varamann hjá føroyska bispinum Erlendi. Hetta hendi ár 1307. Søgnin sigur, at ein frísi úr Akrabyrgi var um jólahalguna komin norður til Eiðis. Illstøða tók seg upp millum frísan og eiðismenn í Myrðmansstovu, og frísin varð myrdur. - Hetta skuldi vera ein atvoldin til, at Akrabergsbóndin legði uppí stríðið móti norðanmonnum og bispinum í hevnisøku yvir sín myrda hirðmann. Tá ið sóttin svarta kom til Suðuroyar uml. 1350, doyðu øll Frísahúsini út. Bert tveir frísar yvirlivdu svartadeyða, og fluttu teir heim til Sumbiar og giftust har. Bardagin í Mannafelsdali. (uml. 1307).. Í Akrabyrgi við Sumba høvdu frísar bústað. Høvdingur teirra var Hergeir, eisini kallaður “bóndin í Akrabyrgi”. Hann var viðgitin maður fyri styrki og átti átta prúðar og reystar synir. Um somu tíð, hesin bóndin livdi, er sagt, at grundvøllurin var lagdur til kirkjumúrin, sum stendur enn í Kirkjubø í Streymoy. Erlendur, sum var norðmaður og fyrrverandi kórsbróðir við dómkirkjuna í Bjørgvin (Bergen), varð vígdur til biskup í Føroyum av erkabiskupinum í Nidaros (Trondheimi) í januar 1268. – Erlendur sigst at vera tann biskupur, sum læt byggja “Múrin í Kirkjubø”. - Sagt verður, at Erlendur ríkaði Føroya kirkju, og tað kann ikki merkja annað, enn at tær ognir, sum hann legði undir kirkjuna - og sum ikki vórðu givnar - hava verið tiknar frá Føroya fólki. Hann legði nógva jørð undir kirkjuna og píndi stórar skattir av føroyingum, fyri at fáa kirkjuna bygdað sum prýðiligast. Hetta líkaði ikki øllum, og øll, ið búðu fyri sunnan Hórisgøtu (í Suðurstreymoy, Sandoy, Skúvoy og Suðuroy), sýttu fyri at rinda skattin. – Oddamaður fyri uppreisturin var Hergeir úr Akrabergi. - Erlendur kallar Hergeir í brævi til norska kongin fyri ein “Belials sonur”, fíggindi Guðs og tí Kristnu kirkjunar og eitt ófriðarmenni. At enda er Erlendur noyddur at fara til Noregs at verja seg ímóti ákærunum frá Føroyingum. Tann norski kongurin Hákun Magnusson V (1270-1319) var noyddur at taka stig móti Erlendi og kalla hann heim til Noregs orsakað av stríði hansara við føroyingar, tí hetta stríð kundi skaða viðurskiftini millum føroyingar og Norsku krúnuna. Stríði millum sunnanmenn og Føroysku kirkjuna endar tó ikki her. Varamaður Erlendur, (Mús), heldur áfram við byggingina av Kirkjubømúrinum og at pína skatt av føroyingum. Tað endar við vápnaðum uppreistri. Norðanmenninir skuldu koma saman í Norðstreymoy og samla lið fyri at herja á hinar og kúga teir undir biskupin. Men tá ið sunnanmenn fingu njósning av hesum, tóku teir seg eisini saman í flokk og fóru sum skjótast norður í móti teimum. Í Mannafelsdali, sum er norðan fyri Kaldbaksbotn, møttust herarnir og ruku saman í bardaga. Sunnanmenn vóru við undirlutan og máttu víkja, og har varð stórt mannfall. Í dalinum síggjast enn mangir heyggjar, har teir, sum fingu bana í hesum bardaga, sigast at vera grivnir. Fyri norðan dalin stendur ein stórur steinur, sum kallast Brynjumannaborð, og tað er søgn, at hann hevur fingið navn av tí, at norðanmenninir hildu sigursveitslu har, tá ið sunnanmenn flýddu. Árið eftir komu sunnanmenn aftur at hevna henda ósigur. Tá stóð stríðið í dalinum við bygdina í Kollafirði, og nú vunnu sunnanmenn sigur á hinum partinum og drupu nógv fólk. Varamaður Bispsins, (Mús), mátti flýggja undan og slapp heilbjargin til Bispasetrið í Kirkjubø. Sunnanmenn vildu ikki gevast, fyrr enn teir høvdu dripið Mús og fóru tí eftir honum. Avrátt varð, at bóndan í Akrabyrgi, sum var høvdingur teirra, skuldi drepa hann. Mús var sloppin upp á kirkjumúrin við øks í hendi at verja seg við. Akrabergsbóndin og hansara menn stóðu undir múrinum í tríggjar dagar og tvær nætur. Tá ið triði dagurin var liðin at kvøldi, fell Mús í óvit av svongd og tosta og datt út av múrinum niður á jørðina, og varð hann dripin av bóndanum. Síðani brendi sunnanmenn bispasetrið í Kirkjubø í grund. Erlendur, sum sigst at hava verið “sjónskur”, stóð um sama mundið við vindeygað í kamari sínum í Bergen og græt, tí hann í einari sjón sá bispagarðin í Kirkjubø brenna. Erlendur doyði í Bergen 13. juni 1308 og er grivin har. - Í 1420 bleiv grøvin hjá Erlendi opnað og í grøvuni lá ein blýtalva,  sum við rúnaskrift og á latínskum umrøddi stríðið millum Erland Bisp og akrabergsbóndan Hergeir. Í 1350 kom sóttin svarta og týndið mest alt fólkið í Føroyum. Dómkirkjan av steini, Kirkjubømúrurin, fór í søguna og bleiv ongantíð gjørd liðug. Galileo Galilei. Galileo di Vincenzo Bonaiuti de' Galilei (føddur 15. februar 1564 í Pisa, deyður 8. januar 1642 í Arcetri uttan fyri Firenze) var italskur heimspekingur, støddfrøðingur, verkfrøðingur, alisfrøðingur og stjørnufrøðingur. Giordano Bruno. Standmyndin av Giordano (Filippo) Bruno, 1548-1600 á Campo de' Fiori í Róm. Giordano Bruno (føddur og doyptur undir navninum Filippo Bruno í januar mánaði 1548 í Nola nær við Napoli í Suðuritalia, deyður 17. februar 1600 í Róm) var italskur heimspekingur, stjørnfrøðingur og prestur. Hann helt fast um, at tíðin og alheimurin eru óendanlig og at okkara sólskipan er bara ein av óendaliga nógvum sólskipanum. Giordano Bruno varð handtikin 22. mai 1592 í Venesia. Í næstan átta ár varð hann avhoyrdur og píndur. Loksins varð hann dømdur til deyða og brendur á báli hin 17. februar 1600 á Campo de' Fiori í Róm. Giordano Bruno var fyrsti heimspekingurin, ið skrivaði á italskum. Bruno Ganz. Bruno Ganz (føddur 22. mars 1941 í Zürich í Sveis, deyður 16. februar 2019 í Wädenswil-Au, sunnan fyri Zürich) Bruno Ganz, sum tosaði flótandi týskt, italskt, enskt og franskt, byrjaði sína yrkisleið sum sjónleikari í 1960. Hann hevur síðani spælt við í nógvum filmum og sjónleikum, m.a. Hamlet og Peer Gynt og arbeitt saman við fleiri kendum og nýskapandi filmsleikstjórum sum eitt nú Werner Herzog, Eric Rohmer, Francis Ford Coppola og Wim Wenders. Ganz var serliga kendur fyri at hava spælt Adolf Hitler í "Der Untergang", sum kom út í 2004. Filmurin, sum varð tilnevndur ein Oscar, snýr seg um síðstu dagarnar hjá Hitler. Seinasti filmurin, sum hann spældi við í, var "The House that Jack Built" hjá Lars von Trier í 2018. Hans Christian Ørsted. Hans Christian Ørsted (føddur 14. august 1777, deyður 9. mars 1851) var danskur alisfrøðingur og evnafrøðingur. Hann er serliga kendur fyri at hava verið tann fyrsti sum framleiddi aluminium (í 1825), og fyri at hava uppdagað, at tað er beinleiðis samband millum ravmagn og sigulmagn (magnetismu). Thomas Edison. Thomas Alva Edison um 1922. Thomas Alva Edison (føddur 11. februar 1847 í Milan í Ohio, deyður 18. oktober 1931 í West Orange, nær við Newark í New Jersey) var amerikanskur uppfinnari, verkfrøðingur og vinnulívsmaður. Edison verður mettur at vera ein tann týdningarmesti uppfinnarin í nýggjari tíð. Millum manna varð hann ofta eyknevndur "Gandakallurin frá Menlo Park". Hann fekst m.a. við ravløð, akfør, jarnbreytaratlát, skrivimaskinur og ravmagnslampur. Edison uppfann í 1877 fonografin og hann fór undir at framleiða gløðiperur í 1879. Sum upphavsmaður fekk hann fleiri enn 1000 einkarættindi í USA. TIX. Andreas Haukeland, betri kendur sum TIX, (føddur 12. apríl 1993 í Bærum) er ein norskur tónleikari, sangari og sangskrivari. Friedrich Engels. Friedrich Engels (føddur 28. november 1820 í Barmen í Rhein-landslutinum í Prusslandi, í dag byarpartur av Wuppertal í Nordrhein-Westfalen, deyður 5. august 1895 í London) var týskur heimspekingur, búskaparfrøðingur, ídnaðarmaður, hernaðarsøgufrøðingur og kollveltingarmaður. Í 1844 gjørdist Friedrich Engels vinmaður við Karl Marx. Teir bæði mentu eitt ástøði, sum teir nevndu 'tann vísindaliga sosialisman', men sum í dag er betur kent undir heitinum marxisma. Solberg. Solberg er ein bygd í Örnsköldsviks kommunu í Svøríki. Thomas Johan Midjord. Thomas Johan Midjord (5. septembur 1870 - 5. januar 1940) var skómakari og politikari fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann var giftur Karen Berthe Frederikke Schrøter (1874 - 1917), sum var dóttir handilsmann og politikara Johan Hendrik Schrøter. Thomas Johan var løgtingslimur fyri Sjálvstýrisflokkin í tíðarskeiðinum frá 1924 - 1928 Olsensystkinini. Olsensystkinini úr Rituvík vóru heimsins elsti systkinnabólkur av 12, og rundaðu tey samanlagt 1.000 ár í 2012, tá ið tað elsta var 91 og ynskta var 73 ára gamalt. Heimsmetið varð staðfest tann 27. august 2014, og gjørdist 1.025 ár og 41 dagar. Hóast heimsmetið varð sett í 2014, hevur tað ikki verið endurnýggjað, men kann teljast fram til tann 9. juli 2017, tá ið Magnus Salomon, elst av systkinunum andaðist. Mamman Elsebeth Olsen, f. Jacobsen, av Nesi, livdi frá 18. novembur, 1890 - 16. januar 1976, meðan pápin, Magnus Olsen (Magnus í Rituvík), livdi frá 25. juni 1890 - 13. desembur 1940. Magnus Salomon var navnframur skipari, men doyði av krabba í 1940, bert 50 ára gamal. Tá stóð Elsebeth eftir sum einkja, við smáum børnum, har tað ynskta einans var tvey ára gamalt. Abu Dhabi. Abu Dhabi (arabiskt: أبوظبي) er høvuðsstaður í emiratinum Abu Dhabi og samstundis samveldisshøvuðsstaður og tann næstfólkaríkasti býurin í Sameindu Emirríkjunum á Arabisku hálvoynni. Í 2015 hevði býurin umleið 1,5 milliónir íbúgvar. Miðbýarøkið er á einari oyggj, ið liggur í Persaraflógvanum. Oyggin er uml. 70 ferkilometrar til støddar. Tríggjar brýr knýta høvuðsoynna og meginlandið saman og fleiri smáar oyggjar liggur rundanum høvuðsoynna. Nikita Khrusjtjov. Nikita Sergejevitj Khrusjtjov (russiskt: Никита Сергеевич Хрущёв; føddur 3. apríl 1894 í Kalinovka í Kursk Oblast, deyður 11. september 1971 í Moskva) var sovjetiskur politikari. Hann var frá 14. september 1953 til 14. oktober 1964 Fyrsti floksskrivarin í Kommunistaflokki Sovjetsamveldsins og harvið kommunistiski statsleiðarin í Sovjetsamveldinum. Nýggi politikkurin hjá honum aftaná deyða Stalins er kendur undir heitinum avstalinisering, hóast Khrusjtjov í tíðarskeiðnum við Stalin á odda hevði verið trúfastur fylgisveinur einaræðisharrans. Í 1938 gjørdist Nikita Khrusjtjov Fyrsti floksskrivarin í ukrainska Kommunistaflokkinum. Fyri sín leiklut undir stjórnartíðini hjá Stalin fekk hann tað eykanavnið "slaktarin úr Ukraina". Okkara. Okkara er ein føroyskur ølframleiðari. Tann 18. juni í 2020 varð kunngjørt, at Okkara varð keypt av kappingarneytanum Föroya Bjór. Biskupskelda. Biskupskelda er eitt føroyskt mikrobryggjarí, sum bryggjar ófiltrerað spesialøl við handkraft (craft beer). Bryggjaríið varð stovnað í 2021, hevur heimstað í Vági, og er fyrsta góðkenda bryggjarí í Suðuroynni. Frá byrjan hevur Biskupskelda framleitt 2500 øl um mánaðin. Um Biskupskeldu. Navnið á bryggjarínum kemur frá einari keldu, sum er at finna við bygdagøtuna millum Vág og Fámjin, nakað sunnanfyri Ryskivatn. Navnið á kelduni er elligamalt, og man veit ikki nær ella hvaðan navnið stavar. Í gomlum døgum plagdu fólk at drekka av kelduni, sum segðist at verða ein heilsubótarkelda. Hóast vatnið í ølinum frá Biskupskeldu ikki eru úr kelduni sjálvari, so stavar tað frá økinum, har ið Biskupskelda er. Eins og navnið á bryggjarínum sipar til eitt søguligt stað, eru ølirnar í framleiðsluni hjá Biskupskeldu eisini sipandi til sagnir úr Suðuroynni. Faer Isles. Faer Isles er ein føroysk fyritøka, sum framleiðir whisky og ginn, og er stovnsett í 2019. Ætlanin hjá Faer Isles er at byggja eitt bryggjarí í Kvívík, har fyritøkan eigur 2000 fermetrar av lendi. Eisini er ætlan um at goyma whisky í Vestmanna á leigaðum grundstykki. Felagið er stovnsett av Boga Mouritsen, sum fekk hugskotið um at framleiða whisky, áleið um sama mundið, sum tá ið whisky-áhugafelagið Einmalt varð stovnsett. Bogi er saman við Dánial Hoydal stovnsetari av Faer Isles. AFC Bournemouth. Dean Courtí Bournemouth í 2013. Dean Court í Bournemouth í 2013. Athletic Football Club Bournemouth er eitt fótbóltsfelag heimahoyrandi í enska býnum Bournemouth. Besta liðið leikar í næstovastu ensku fótbóltsdeildini, EFL Championship. Felagið varð sett á stovn í 1899 við navninum "Boscombe FC". Í 1923 varð felagið valt inn í The Football League og navnið varð broytt til "Bournemouth and Boscombe Athletic FC". Í 1972 fekk felagið núverandi heitið. Besta liðið, við kelinavninum "The Cherries", spælir sínar heimadystir á Dean Court í Bournemouth. Býurin er á suðurstrondini í Onglandi, sunnan fyri Salisbury og nakað miðskeiðis millum býirnar Southampton og Dorchester. Norwich City F.C.. Carrow Road í Norwich í 2007. Carrow Road í Norwich í 2003. Norwich City Football Club er eitt fótbóltsfelag heimahoyrandi í enska býnum Norwich. Besta liðið spælir í næstovastu ensku fótbóltsdeildini, EFL Championship. Felagið varð sett á stovn í 1902 og varð valt inn í The Football League í 1920. Besta liðið, við kelinavninum "The Canaries", spælir sínar heimadystir á Carrow Road í Norwich. Býurin liggur í ein landnyrðing úr enska høvuðsstaðnum London. Skeiva tornið í Pisa. Skeiva tornið í Pisa í 2006. Skeiva tornið og dómkirkjan í 2014. Skeiva tornið í Pisa (italskt: "Torre pendente di Pisa") er eitt víðagitið ferðamannamál í italska býnum Pisa. Klokkutornið frá miðøld, ið stendur beint við dómkirkjuna í Pisa, er 56,70 (ella 55,86) metrar høgt og tvørmátið á torni er 12 metrar. Milliónir av fólkum hava traðkað tey 296 (ella 294) trappustigini upp í toppin. Søga. Skeiva tornið varð bygt í trimum stigum yvir eitt 200 ára langt tíðarskeið. Longu tá byrjað var at byggja tornið í 1100-talinum, mátti arbeiðið støðgað, tí tað tók at hella suðureftir. Tá var bygningurin bert í trimum hæddum. Í 1198 vórðu tær næstu fýra hæddirnar bygdar í vinkul í mun til lægru hæddirnar fyri at viga upp móti skeivleikanum. Í 1372 varð ovasta hæddin bygd, og rúmið fylt við klokkum. So við og við gjørdist tornið eitt ferðafólkamál. Men seinast í 1900-talinum gjørdist hallið so stórt, at tað gjørdist vandamikið fyri vitjandi. Tá varð hallið mett til 5,5 stig. Tað merkir, at ovasti parturin av torninum hekk 4,5 metrar Fyrst í 1990-árunum varð tornið stongt fyri almenninginum og ein stór bjargingarroynd varð sett í verk, tí tað var ikki bert vandi fyri, at 800 ára gamla tornið skuldi koppa; eisini grótlaðingin sá út til at spreingjast orsaka av stóra trýstinum. Tornið varð latið upp aftur í 2001. Pisa (býur). Pisa er italskur býur við ánna Arno og tætt við Liguriahavið í landspartinum Toscana. Pisa er høvuðsstaðurin í landslutinum Pisa (italskt: "Provincia di Pisa"). Í 2019 hevði býurin fleiri enn 90 túsund íbúgvar. Pisa er týðandi handilsbýur og víðagitið ferðamannamál. Eitt tað kendasta ferðamálið hjá útlendskum ferðafólk í Italia er ivaleyst Skeiva tornið í Pisa. Søga. Í miðøldini var Pisa eitt sjálvstøðugt sjófaralýðveldi, líkasum hinir tríggir italsku býirnir, Venesia, Genova og Amalfi. Lærdi háskúlin, "Università di Pisa", varð grundlagdur í 1343 og er staðsettur í býnum enn í dag. Maoriskt (mál). Maoriskt (Maoriskt: Te Reo Māori) er eitt mál í Nýsæland. Umleið 149,000 fólk tala málið. Hjalmar P. Petersen. Hjalmar Páll Petersen (føddur í 1962 í Sandavági) er føroyskur málfrøðingur, ið m.a. hevur útgivið "Føroysk mállæra". Í 2020 fekk hann Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir. Yrkisleið. Vardi dr. phil. ritgerðina við heitinum "Gender Assignment in Modern Faroese" við universitetið í Hamburg í 2008. Útgivin í 2009.. P. Conzett (review) - har tað sæst, at viðkomandi, PG, ikki hevur lisið (ella fatað) tað, sum Petersen skrivar um, nær hvat verður aktiverað. Útgávur. Eisini hevur hann skrivað ymiskar greinar um føroyskt, sum eru prentaðar í ymiskum tíðarritum. Hann var høvuðsritstjóri á "Danskari-føroyskari orðabók", sum kom í 1995. Clara Klingenström. Emma Clara Idun Klingenström (fødd 21. februar 1995 í Visby) er ein svensk songkvinna og sangskrivari. Klara Hammarström. Klara Lovisa Hammarström (fødd 20. apríl 2000 í Stokkhólmi) er ein svensk songkvinna og sangskrivari. Tami T. Tami T (fødd 1987 í Göteborg) er ein svensk songkvinna. Östra Vemmerlöv. Östra Vemmerlöv er ein bygd í Simrishamns kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 234 í 2019. Biotin. Biotin, ella vitamin B7, er ein vatnupploysilig vitamin við frymilinum C10H16N2O3S. Sven Delblanc. Sven Axel Herman Delblanc (føddur 26. mai 1931 í Swan River í Kanada, deyður 16. februar 1992 í Uppsala í Svøríki) var svenskur rithøvundur og bókmentasøgufrøðingur. Týðingar til føroyskt. Bókin "Livets ax", sum kom út í 1991, varð útgivin á føroyskum í 2008 við heitinum "Lívsins aks". Jákup í Skemmuni hevði týtt til føroyskt. og bókin "Slutord", sum kom út í 1992, varð útgivin á føroyskum í 2011 við heitinum "Orð at enda". Jákup í Skemmuni týddi. Heiðurslønir. Gjøgnum longu yrkisleiðina varð Sven Delblanc heiðraður við eitt ótal av svenskum virðislønum og í 1982 fekk hann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókina "Samuels bok", sum kom út í 1981. Einar Már Guðmundsson. Einar Már Guðmundsson (føddur 18. september 1954 í Reykjavík) er íslendskur rithøvundur og yrkjari. Árið 1995 fekk hann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøgu sína "Englar alheimsins". Johannes Diderik van der Waals. Johannes Diderik van der Waals Johannes Diderik van der Waals (føddur 23. november 1837 í Leiden, deyður 8. mars 1923 í Amsterdam) var niðurlendskur alisfrøðingur. Hann fekk Nobelvirðislønina í alisfrøði í 1910. Igor Stravinskij. Igor Fjodorovitj Stravinskij (russiskt: Игорь Фёдорович Стравинский, "Igor' Fëdorovič Stravinskij") (føddur 17. juni 1882 í Oranienbaum í Russlandi, deyður 6. apríl 1971 í New York) var russiskt tónaskald, klaverleikari og orkesturleiðari. Stravinskij var ein kosmopolitiskur russari. Hann ferðaðist nógv og ein stóran part av tíðini, meðan hann skapaði verkini sum tónaskald, búði hann í Frankaríki og USA. Eisini gjørdist hann víðagitin klaverleikari og orkesturleiðari. Mangan stjórnaði hann orkestrinum til frumframførsluna av sínum egnu verkunum. Igor Stravinskij verður mettur av mongum at vera eitt tað mest týðandi tónaskaldið í 1900-talinum. Millum kendastu verkini hjá honum eru ballettirnar "Eldfuglurin (Жар-птица)" frá 1910, "Petrusjka (Петрушка)" frá 1911 og "Vároffrið (Весна священная / Le sacre du printemps)" frá 1913. Pjotr Iljitj Tjajkovski. Pjotr Iljitj Tjajkovskij (russiskt: Пётр Ильич Чайковский – "Pjotr Il’ič Čajkovskij",; á enskum "Pyotr Ilyich Tchaikovsky"; føddur 7. mai 1840 í Votkinsk í Russlandi, deyður 6. november 1893 í St. Pætursborg) var russiskt tónaskald frá romantiska tíðarskeiðinum. Hann ein av teimum kendastu romantisku tónaskøldunum og hitt best umtókta russiska tónaskaldið nakrantíð. Verk. Tjajkovskij skrivaði 6 symfoniir, 11 operaverk, 3 ballettir, 5 svitur, 3 klaverkonsertir, 1 violinkonsert, 11 tónaverk av overtura slagnum, 4 kantatur, 20 kórverk, nøkur tónleikaverk fyri strúkarar og fleiri enn 100 løg og klaververk. Kendastu verkini munnu vera 1. klaverkonsertin frá 1875, tær seinastu tríggjar symfoniirnar (1877-1893), violinkonsertin frá 1878, operaverkið "Evgenij Onegin (Евгений Онегин)" frá 1878, og tær tríggjar ballettirnar, "Svanavatnið (Лебединое озеро)" frá 1876, "Tornurósa (Спящая красавица)" frá 1889 og "Nøtubrótarin (Щелкунчик)" frá 1892. Chris Barber. Donald Christopher Barber (føddur 17. apríl 1930 í Welwyn Garden City, Hertfordshire, Onglandi, deyður 2. mars 2021) var enskur jazztónleikari. Hann var best kendur sum trombonspælari og orkesturleiðari ("Chris Barber's Jazz Band"). Aleksej Leonov. Aleksej Arkhipovitj Leonov (russiskt: Алексе́й Архи́пович Лео́нов; føddur 30. mai 1934 í Listvjanka í Sovjetsamveldinum, deyður 11. oktober 2019 í Moskva í Russlandi) var sovjetrussiskur generalmajorur og rúmdarmaður. Aleksej Leonov gjørdist heimskendur í 1965, tá tað eydnaðist honum sum fyrsta menniskjað at gjøgnumføra eina rúmdargongu hin 18. mars hetta árið. Boris Jeltsin. Boris Nikolajevitj Jeltsin (russiskt: Борис Николаевич Ельцин; føddur 1. februar 1931 í Butka, nær við Sverdlovsk í Sovjetsamveldinum, deyður 23. apríl 2007 í Moskva í Russlandi) var russiskur byggiverkfrøðingur og politikari. Hann var forseti Russlands frá 12. juni 1991 til 31. desember 1999. Jekaterinburg. Jekaterinburg (russiskt: Екатеринбург) er fjórðstørsti býur í Russlandi. Býurin liggur á eystursíðuni av Uralfjøllunum. Í 2019 búðu í Jekaterinburg fleiri enn 1,5 milliónir fólk. Søga. Jekaterinburg varð grundlagdur í 1723 av Pæturi Mikla. Býurin varð uppkallaður eftir Katarinu I (1684–1727), konu russiska keisaran. Seinasti russiski keisarin Nikolaj II, kona hansara Aleksandra Fjodorovna og børn teirra Olga, Tatiana, Maria, Anastasia, og Alexej vórðu myrd av bolsjevikkunum hin 17. juli 1918 í Ipatiev húsinum í Jekaterinburg. Undir Sovjetsamveldinum varð býurin í 1924 uppkallaður eftir bolsjevikiska leiðaranum Jakov Sverdlov og navnið á býnum varð broytt til "Sverdlovsk". Tó fekk Jekaterinburg tað gamla navnið aftur í 1991. Stamford, Connecticut. Stamford er triðstørsti býurin í amerikanska lutstatinum Connecticut. Býurin liggur við Long Island sundið í útsynningshorninum av lutstatinum og nakað miðskeiðis millum býirnar New York og New Haven, sum er næststørsti býur í Connecticut. Stamford hevði í 2019 næstan 130 túsund íbúgvar. Søga. Upprunaliga navnið á staðnum var "Rippowam". Býurin varð grundlagdur har í 1641, uppkallaður eftir Stamford í Lincolnshire í Onglandi. Turku. Turku (svenskt: Åbo) er sættstørsti býur í Finnlandi. Býurin liggur fram við Eystrasalti, í útsynningshorninum av Finnlandi. Tað eru 192.962 íbúgvar í Turku (2019), harav 10.310 fólk (uml. 5 %) ið hava svenskt sum móðurmál. Auraá rennur mitt ígjøgnum býin og býtir hann í tveir partar. Søga. Turku, ella Åbo sum tá var navnið á búsetingini, varð grundlagdur í miðøldini og er elsti býur í Finnlandi. Latínska heitið á býnum var Aboa. Finska býarnavnið Turku stavar frá forneysturslaviska orðinum търгъ (tŭrgŭ), sum merkir torg, marknaður. Fram til 1812 var Åbo høvuðsstaður Finnlands, men russiska yvirvaldið í Finnlandi flutti tá høvuðssætið til Helsingfors, sum var tættari við Russland. Stórur partur av Åbo varð oyðilagdur í 1827, tá ein ógvisligur eldur herjaði í býnum. Svensktmælti lærdi háskúlin "Åbo Akademi" varð grundlagdur í 1918 og tvey ár seinni finsktmælti háskúlin "Turun yliopisto". Patrik Johannesen. Patrik Johannesen (føddur 7. september 1995) er ein føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir við Egersunds IK í triðbestu deildini í Noregi og á føroyska landsliðnum. Feløg. Hann byrjaði fótbólts lívsleiðina við TB. Síðan spældi hann við FC Suðuroy 2013 til 2014, meðan pápi hansara, Jón Johannesen, var venjari har. Síðan spældi hann við TB, AB og B36, áðrenn leiðin gekk til Noregs í 2017, har hann spældi við Florø, til hann í 2019 skifti til KÍ, har hann hjálpti felagnum at vinna føroyameistaraheitið. Hann spældi við KÍ í tvey ár, síðan skifti hann til Egersunds IK í triðbestu deildini í Noregi. Landslið. Hann spældi sín fyrst landsdyst á A-landsliðnum hjá Føroyum í 2017, tað var í HM undankappingardysti á útivølli móti Portugal, har hann bleiv skiftur inn eftir 73 minuttir, eftir at Christiano Ronaldo hevði skorað hatt-trick. Dysturin endaði 5-1 til Portugal. Meiri er millum himmal og jørð. Meiri er millum himmal og jørð (2000) er ein antologi av innsavnaðum søgum um yvirnáttúruligar hendingar og pátrúgv í Føroyum. Bókin er skrivað av Erling Poulsen, og er ein eftirfylgjari av bókini Mangt er millum himmal og jørð, sum varð skrivað av systkinnabørnunum Erling Poulsen og Torkil Beder. Søgurnar í bókini eru yvirnáttúruligar frásagnir frá fólki, sum hava sagt frá upplivdum hendingum, og aðrar frásagnir, sum hesi kenna frá øðrum. Tí kunnu hesar flokkast sum munnborin skaldskapur, eins og ævintýr og sagnir. Eftir at fyrra bókin varð útgivin, vendu fólk sær til rithøvundarnar við frásagnum, sum vóru savnaðar, og sum fylla stóran part av bókini. Bókin er prýdd av listamálara Edward Fuglø, er skipað av Onnu M. Brimnes, er útgivin av Bókadeild Føroya Lærarafelags, og telur 206 blaðsíður. Jurij Gagarin. Jurij Aleksejevitj Gagarin (russiskt: Юрий Алексеевич Гагарин; føddur 9. mars 1934 í Klusjino, Smolensk Oblast, deyður 27. mars 1968 í Novoselovo, Vladimir Oblast) Hann var fyrsta menniskjað í rúmdini. Jurij Gagarin gjørdist heimskendur í 1961, tá tað eydnaðist honum sum fyrsti maðurin yvirhøvur at fara út í rúmdina. Hin 12. apríl sat hann einsamallur í rúmdarfarinum Vostok 1, meðan tað fleyg eina ferð kring knøttin. Eftir 108 minuttum í ringrás um jørðina lendi Gagarin á einum akri við bygdina Smelovka, tætt við býin Ternovskij í Saratov økinum. Anna Takhtarova, kona skógarvørðin í bygdini, setti niður epli tann dagin. Hon helt at tað mundi vera eitt skrímsl, tá hon fyrst sá henda fremmanda mannin ílatin í einari appilsingulari rúmdardrakt við hvítum hjálmi. Men Gagarin segði við hana: "Eg eri ein av tykkum". Gagarin var eisini tann fyrsti sum nevndi Jørðina "ta bláu gongustjørnuna". Men lívið lær. "Men lívið lær" er ein søgulig skaldsøga, sum føroyski rithøvundurin Heðin Brú (1901 - 1987) skrivaði. Hon kom út fyrstu ferð í 1970. Skaldsøgan er ein virðismikil lýsing av broytingartíðini um aldarskiftið 18. – 19. øld, tá føroyingurin m.a. tveitti av sær bátsbandið og steig úr miðøld út í eina ljósari tíð. Sofagate. Sofagate gølan er ein politisk gøla millum Turkaland og Evropeiska Samveldið, Tá forsetin í ES-kommissiónini, Ursula von der Leyen, sum einasta kvinna í hølinum ikki varð bjóðað ein stól undir diplomatisku samráðingunum við Turkaland í Apríl 2021. Hetta vísti seg at seta eld í eitt altjóða kjak, av tí at Turkaland stutt áðrenn hevði tikið seg úr Istanbul sáttmálanum, sum tryggjaði javnseting av kynunum, og tryggjaði at mismunur ikki fór fram. Tá forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdoğan, saman við forsetanum í ES-ráðnum Charles Michel og Ursulu von der Leyen skuldu sessast til samráðingarnar framman fyri myndatólini, so manglaði ein stólur, og sessaðust tí bert mennirnir, Erdogan og Michel. Von der Leyen varð tí noydd til at finna sær eina sofu í útjaðaranum av rúminum, sum hon síðani kundi sessast í. Bæði Erdogan og von der Leyen eru líkastillað í sínum embætisheiti, tá bæði hava heitið sum forseti, og tí áttu tey øll trý at sitið saman til samráðingarnar. Hendingin er tí av mongum sædd sum ein proklamatión frá Turkiska forsetanum um, at hann ikki ynskir at javnseta kynini tá tað kemur til politikk og at hann ynskir at fara til tað støðið, sum landið var í, áðrenn Istanbul sáttmálin varð undirskrivaður. Istanbul sáttmálin. Istanbul fundurin, seinni kendur sum Istanbul sáttmálin, er ein sáttmáli sum forðar harðskapi móti kvinnum. Sáttmálin varð undirskrivaður á eini samkomu í Istanbul tann 11. Maj í 2011, og kom í gildi tann 1. August 2014. Tað var Evroparáðið, sum stóð fyri fundinum. Sáttmálin er í dag undirskrivaður av 45 londum, og er har afturat eisini undirskrivaður av ES. tann 12 Mars 2012 gjørdist Turkaland fyrsta landið at staðfesta sáttmálan, og seinni gjørdu 33 onnur lond tað sama frá 2013 til 2019 (Albania, Andorra, Eysturríki, Belgia, Bosnia and Hersegovina, Kroatia, Kýpros, Danmark, Finnland, Estland, Frakland, Georgia, Týskland, Grikkaland, Ísland, Írland, Italia, Luksemborg, Malta, Monako, Montenegro, Niðurlond, Noreg, Norður Makedónia, Pólland, Rumenia, Portugal, San Marino, Serbia, Slovenia, Spania, Svøríki, Sveis). Sáttmálin er vorðin mest kendur fyri, at Recep Tayyip Erdoğan tann 20. Mars 2021 tók Turkaland úr sáttmálanum, og stutt eftir hendi Sofagate gølan, har Erdogan ikki ynskti Ursulu von der Leyen við samráðingarborðið. Hull City A.F.C.. Hull City er eitt enskt fótbóltsfelag, heimahoyrandi í býnum Kingston upon Hull. Besta liðið kappast í triðovastu ensku fótbóltsdeildini, EFL League One. Felagið varð sett á stovn í 1904 og varð valt inn í The Football League í 1905. Besta liðið, við kelinavninum "The Tigers", spælir sínar heimadystir á "The KCOM Stadium" í Kingston upon Hull. Í 2016–17 sesongini spældi besta liðið í Premier League, men endaði á einum 18. plássi og flutti niður í EFL Championship. Í 2020 fluttu tey enn einaferð niður, hesa ferð í triðovastu deildini, EFL League One. Býurin Kingston upon Hull liggur í greivadøminum East Riding of Yorkshire, á eysturstrond Onglands, nær við staðið, har áarósin Humber og Norðsjógvurin møtast. East Riding of Yorkshire. 1 East Riding of Yorkshire 2 Kingston upon Hull East Riding of Yorkshire (stytt East Riding ella East Yorkshire'") er eitt greivadømi ("county"), sum liggur í norðara parti av Onglandi. Greivadømið er ein partur av stórøkinum Yorkshire og Humber. Móti norðri og vestri hevur greivadømið mark til North Yorkshire og South Yorkshire Í 2019 búðu uml. 600 túsund fólk í greivadøminum, sum er 2.479 ferkilometrar til víddar. Miðdepilin ("county town") er í Beverley og størstu býir eru Kingston upon Hull, Bridlington og Beverley. Watford F.C.. Watford Football Club er eitt enskt fótbóltsfelag heimahoyrandi í býnum Watford. Besta liðið spælir í næstovastu ensku fótbóltsdeildini, EFL Championship. Felagið varð sett á stovn í 1881 og varð valt inn í The Football League í 1920. Besta liðið, við kelinavninum "The Hornets", spælir sínar heimadystir á "Vicarage Road" í Watford. Venjarin hjá liðinum er Xisco Muñoz. Býurin Watford liggur í greivadøminum Hertfordshire, í ein útnyrðing av enska høvuðsstaðnum London. Guus Hiddink. Guus Hiddink (føddur 8. november 1946 í Varsseveld í Niðurlondum) er niðurlendskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Frá 1967 fram til 1982 spældi hann sum miðvallaleikari fyri m.a. PSV Eindhoven, De Graafschap og NEC Nijmegen. Hann byrjaði sína yrkisleið sum fótbóltsvenjari í 1982, fyrst varð hann settur sum hjálparvenjari, men í 1987 gjørdist hann høvuðsvenjari hjá PSV í niðurlendska býnum Eindhoven. Hann var m.a. venjari hjá niðurlendska fótbóltslandsliðinum frá 1995 til 1998 og høvuðsvenjari hjá landsliðnum í Russlandi frá 2006 til 2010. Í løtuni er hann venjari hjá fótbóltslandsliðinum á oynni Curaçao í Karibiahavinum. Giktafelag føroya. Búmerki hjá felagnum er ein baldursbrá. Giktafelag Føroya er eitt áhugafelag fyri fólk við gikt, ið er millum elsta sjúglingafelag í Føroyum. Felagið hevur til endamáls at veita upplýsing um giktasjúkur, at betra um viðgerðarmøguleikar og at veita ráðgeving innan giktaøkið. Felagið hevur síðan 1990 verið fevnt av MEGD, sum er eitt meginfelag fyri fólk, ið bera brek. Giktafelag Føroya er partur av Nordisk Reumaråd (NRR), sum er eitt samstarv millum Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Ísland og Føroyar. Søga. Felagið varð stovnað tann 22. august 1948, og hevði tá navnið "Føroya felag móti giktsjúkum". Hóast tað varð samstarvað við felagið "Rigsforeningen til bekæmpelse af reumatiske sygdomme", var talan um eitt sjálvstøðugt føroyskt felag. Rowan Atkinson. ein legenda sum spældi Mr. Bean Swansea City A.F.C.. Swansea City vann Championship Play Off finaluni í 2011 og flutti upp í bestu deildina, Premier League. Swansea City A.F.C. ella Clwb Pêl-droed Dinas Abertawe er eitt walisiskt fótbóltsfelag heimahoyrandi í býnum Swansea í Wales. Besta liðið leikar í næstovastu ensku fótbóltsdeildini, EFL Championship. Felagið varð stovnað í 1912. Besta liðið, við kelinavninum "The Swans", spælir sínar heimadystir á "Liberty Stadium" í Swansea. Venjarin hjá liðinum er Steve Cooper. Swansea City hevur spælt í Premier League í fleiri ár, men liðið endaði 18 á 18. plássi og flutti niður í næstbestu deildina. Burtursæð frá Cardiff City, er Swansea City tað einasta walisiska felagið, ið hevur spælt í Premier League, síðan besta enska deildin varð sett á stovn í 1992. Býurin Swansea liggur á walisisku suðurstrondini, vestan fyri høvuðsstaðin Cardiff. Stoke City F.C.. Britannia Stadium í Stoke City. Stoke City F.C. er eitt enskt fótbóltsfelag heimahoyrandi í býnum Stoke-on-Trent. Besta liðið leikar í næstovastu ensku fótbóltsdeildini, EFL Championship. Felagið varð sett á stovn í 1863. Besta liðið, við kelinavninum "The Potters", spælir sínar heimadystir á "Bet365 Stadium (Britannia Stadium)" í Stoke-on-Trent. Venjarin hjá liðinum er Michael O'Neill. Stoke City flutti upp í ovastu ensku fótbóltsdeildina í 2008. Liðið spældi í Premier League í 10 ár, men endaði 18 á 19. plássi og flutti niður í næstbestu deildina, EFL Championship. Býurin Stoke-on-Trent liggur í Staffordshire, í West Midlands økinum, millum Manchester og Birmingham. Saskhori. Saskhori er ein bygd í Georgia. Blueberry (teknirøð). Blueberry er teknirøð, sum fransktmælti belgiarin Jean-Michel Charlier (1924 - 1989) upprunaliga skrivaði og fransmaðurin Jean Giraud (1938 - 2012) upprunaliga teknaði. Allar søgurnar eru givnar út á teimum trimum skandinavisku málunum, og fleiri av teimum eru eisini givnar út á íslendskum. Guillermo Lasso. Guillermo Lasso (føddur 17. november 1955 í Guayaquil) er núverandi Forseti í Ecuador. Lasso varð fyrstu ferð valdur til forsætisráðharra 24. mai 2021, men sat tá bert í eitt ár. Graham Potter. Graham Stephen Potter (føddur 20. mai 1975 í Solihull í Onglandi) er enskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari (verjuleikari). Síðan mai 2019 er hann høvuðsvenjari hjá enska Premier League liðinum Brighton & Hove Albion F.C.. Sean Dyche. Sean Mark Dyche (føddur 28. juni 1971 í Kettering í Onglandi) er enskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari (verjuleikari). Síðan oktober 2012 er hann høvuðsvenjari hjá enska Premier League liðinum Burnley F.C.. Burnley. Burnley er ein býur í greivadøminum Lancashire í Onglandi. Býurin liggur einar 34 kilometrar norðan fyri Manchester. Í 2019 búðu fleiri enn 89 túsund fólk í Burnley. Áirnar Calder og Brun renna ígjøgnum býin. Søga. Burnley varð fyrst greitt frá í einum skjali frá ár 1122. Premier League 2017-18. Premier League 2017-18 var tann 26. sesongin í Premier League, ið er hægsta fótbóltsdeildin í enskum fótbólti, síðan deildin varð stovnað í 1992. Sesongin byrjaði 12. august 2017 og vardi til 13. mai 2018. Chelsea var forsvarandi meistari, meðan Newcastle, Brighton & Hove Albion og Huddersfield Town vóru nýggj lið í deildini, eftir at liðini fluttu upp úr Football League Championship 2017-18. Manchester City vann sín triðja Premier League tittul og sín 5. enska meistaraheitið. Niðurflytarar gjørdust Swansea City, Stoke City og West Bromwich Albion. Lið. Tilsamans luttóku 20 lið í deildini, av teimum spældu 17 lið við í undanfarnu kapping 2016–17 og trý lið fluttu upp úr næstbestu deildini Football League Championship 2016–17. Bournemouth. Bournemouth er ein býur í greivadøminum Dorset á suðurstrondini í Onglandi. Í 2019 búðu fleiri enn 395 túsund fólk í Bournemouth. Strandarbýurin liggur sunnan fyri Salisbury og vestan fyri Southampton og Portsmouth. Bournemouth er vælumtøkt ferðamannamál í Onglandi. Áin Bourne rennur mitt ígjøgnum býin og út í Ermarsund. Marsha Hunt. Marcia Virginia "Marsha" Hunt (føddur 17. oktober 1917 í Chicago, Illinois) er ein amerikanskur filmsleikari. Kendall Jenner. Kendall Nicole Jenner (føddur 3. november 1995 í Los Angeles) er ein amerikanskur filmsleikari. Bhumibol Adulyadej. Bhumibol Adulyadej (ภูมิพลอดุลยเดช) (5. desember 1927 í Massachusetts – 13. oktober 2016 í Bangkok) var kongur í Tailand frá 9. juni 1943 til 13. oktober 2016. Hann var annar monarkurin av Charki-dýnastínum og tann síðsti shahurin í tí tailandska monarkínum. Jerry Brown. Edmund Gerald Brown jr., betur kendur sum Jerry Brown (føddur 7. apríl 1938 í San Francisco í Kalifornia) er amerikanskur politikari. Brown er limur í Demokratiska flokkinum. Hann var guvernørur í Kalifornia frá 1975 til 1983 (eftirmaður hjá Ronald Reagan) og aftur frá 2011 til 2019 (eftirmaður hjá Arnold Schwarzenegger). Harafturat var hann borgarstjóri í kaliforniska býnum Oakland frá 1999 til 2007. Marcelo Bielsa. Marcelo Alberto Bielsa Caldera (føddur 21. juli 1955) er argentinskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Síðan juni 2018 er hann høvuðsvenjari hjá enska felagnum Leeds United F.C.. Guadalajara. Guadalajara er høvuðsstaður í Meksiko. Preussen. Preussen (týskt: "Preußen", gamalt proysiskt: "Prūsa" ella "Prūsija") var eitt søguligt hertugadømi og frá 1701 kongaríki. Navnið kemur av proysarum, eitt baltiskt fólk í ætt við litavar og lettar, sum seinni varð týsktgjørt (germaniserað). Áðrenn Preussen gjørdist sjálvstøðugt hertugadømi, var tað partur av týska riddaralagsríkinum saman við Livonia (nútíðar Estland og Lettland). Wilhelm 1. kongur av Preussen, týskur keisari. Wilhelm 1. (týskt: "Wilhelm Friedrich Ludwig von Preußen") var proysiskur kongur frá 1861 og frá 1. januar 1871, týskur keisari. Han varð krýndur sum keisari fyri týska ríkið tann 18. januar 1871 í Versaillesslottinum uttanfyri París. Fríðrikur 3. kongur av Preussen, týskur keisari. Fríðrikur 3. (týskt: "Friedrich Wilhelm Nikolaus Karl von Preußen") (18. oktober 1831 – 15. juni 1888) var proysiskur kongur og týskur keisari í 99 dagar í 1888. Fríðrikur var deyðasjúkur av hálskrabba, longu tá hann kom til valdið. Hann doyði tí skjótt aftaná, og varð avloystur av soninum Wilhelm 2.. Pápin, Wilhelm 1. av Týsklandi, doyði 9 mars sama ár. Sostatt sótu tríggir keisarar við valdið í Týsklandi í 1888, og hetta árið er tí kent sum "Dreikaiserjahr" (tríggjakeisaraárið). Fríðrikur var giftur við Viktoriu av Englandi elstu dóttur Drotning Victoriu av Stórabretlandi. Olathe (Kansas). Olathe (úttala: /oʊˈleɪθə/) er fjórðstørsti býurin í amerikanska stakríkinum Kansas. Býurin liggur í eystara parti av lutstatinum, í ein útsynning av Overland Park og Kansas City Olathe er partur av stóra býarøkinum sum kallast "Kansas City Metropolitan Area". Søga. Býurin varð grundlagdur í 1857. Í 2019 búðu í Olathe fleiri enn 140 túsund fólk. Tucson. Tucson er næststørsti býurin í amerikanska stakríkinum Arizona. Býurin liggur í sunnara parti av lutstatinum. Í 2019 búðu fleiri enn 548 túsund fólk í Tucson. Áin "Santa Cruz River" rennur gjøgnum býin. Søga. Býurin varð grundlagdur av spaniamonnum í 1775. Tucson gjørdist meksikanskur býur í 1821 og amerikanskur býur í 1853. Albany (Georgia). Albany er ein býur í amerikanska stakríkinum Georgia. Býurin liggur í útsynningsparti av lutstatinum. Í 2019 búðu umleið 72 túsund fólk í Albany. Áin "Flint River" rennur gjøgnum býin. Holm. Holm er eitt eftirnavn, sum í 2019 var 30. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Vang. Vang er eitt norðurlendskt eftirnavn, sum í 2019 var 31. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Lamhauge. Lamhauge er eitt eftirnavn, sum í 2019 var 34. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Justinussen. Justinussen er eitt eftirnavn, sum í 2019 var 38. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Svørðið í steininum. "The Sword in the Stone" ("Svørðið í steininum", danskt heiti: "Sværdet i stenen") er ein amerikanskur teknifilmur frá 1963 framleiddur av Walt Disney. Hann er hin 18. filmurin í røðini av teimum klassisku teknifilmunum frá Disney. Dahl. Dahl er eitt eftirnavn, sum í 2019 var 41. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Mohr. Mohr er eitt eftirnavn, sum í 2019 var 45. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Zachariasen. Zachariasen er eitt eftirnavn, sum í 2019 var 48. vanligasta eftirnavnið í Føroyum. Tuscumbia (Alabama). Tuscumbia er ein smábýur í amerikanska stakríkinum Alabama. Býurin liggur í útnyrðingshorninum av lutstatinum, nakað miðskeiðis millum býirnir Memphis í vestri og Chattanooga í eystri. Í 2019 búðu fleiri enn 8400 fólk í Tuscumbia. Tennesseeá rennur tætt fram við býnum. Søga. Tuscumbia varð grundlagdur í 1815. Lodi (Kalifornia). Lodi (úttala: /ˈloʊdaɪ/) er ein býur í amerikanska stakríkinum Kalifornia. Býurin liggur sunnan fyri Sacramento og eystan fyri San Francisco, nakað miðskeiðis í lutstatinum. Í 2019 búðu fleiri enn 67 túsund fólk í Lodi. Harry Kane. Harry Edward Kane (føddur 28. juli 1993 í Walthamstow, London) er enskur fótbóltsspælari. Kane spælir sum álopsleikari fyri enska Premier League felagið Tottenham Hotspur F.C. og fyri enska landsliðið. Hann gjørdist toppskorari í Premier League í trimum sesongum: 2015-16, 2016-17 og 2020-21. Í sesongini 2014-15 varð hann kosin Ársins leikari hjá Tottenham. Skótahúsið Kambur. Skótahúsið Kambur er fyrrverandi skótahús hjá KFUM-skótunum í Føroyum. Skótahúsið er elsta hús á Kambsdali og er bygt í 1964. Húsini eru vígd í 1965 av Busch presti í Klaksvík, til eitt hátíðarhald, tá ið táverandi løgmaður, Hákun Djurhuus helt røðu. Til hetta tiltakið varð ein slípaður steinur við árstali settur inn í grundina, og varð hesin steinur settur av løgmanni. Søga. Í 1963 var skótalega á Kambsdali, har tankarnir um at byggja eitt skótahús á dalinum. Óla Bjørn við Stein og Jákup Bærentsen fingu tá tað hugskot, at lata eitt skótahús byggja á Kambsdali. Árið eftir varð farið undir at byggja húsið, sum stóð klárt sama ár í 1964. Fuglfirðingurin Jákup Oluf Jacobsen teknaði húsini, og kostaðu tey 60.000 krónur at byggja. Tá ið bygt varð, høvdu skótarnir einans 300 krónur í kassanum. Frá byrjan av varð samstarva við Kirkjuligu Heimamissiónina í Føroyum, sum brúkti húsið til legur, og av tí at hesar legurnar høvdu so nógvar luttakarar, var plásstrot til legurnar. Hetta evldi til, at Heimamissiónin longu tvey ár eftir í 1966 tók stig til at útbyggja skótahúsið, sum KFUM skótarnir góðu Heimamissiónini loyvi til. Útbygningurin varð bygdur vestur úr húsunum, og kom at kosta áleið tað sama sum fyrsta byggistig. Upprunaliga hevði skótahúsið gassljós og oljukaminu, og hvørki vesi ella vatn var í húsinum. Tá stóð útihús sunnanfyri húsini, móti ánni, og tá ið vatn skuldi brúkast inni í húsinum, varð neyðugt at fara í ánna eftir vatni. Í 1978 varð miðstovuhiti lagdur í húsini, umframt at nýggjur køkur varð uppsettur, og drenað varð eisini rundanum húsini. Hetta arbeiðið kostaði samanlagt 180.000 krónur. Lánið varð afturrindað aftaná 2 ár, og peningurin varð fingin til vega frá einum basari í 1979 umframt at Jólamerkjagrunnurin eisini veitti fígging. Í 1985 vóru húsini høvuðsumvæld og kostaði 500.000. Umvælingin fevndi um at skifta klædning, húsabjálving, skifta vindeygu, leggja á gólvini, gera koyggjur í sovirúmunum, stoypa gólv í kjallaranum, umframt annað smátt arbeiði. Umvælingin varð gjørd av sjálvbodnum handverkarum, sum teknaðu seg til tiltakið "Arbeiðsdagar á Kambsdali", sum skótarnir skipaðu fyri. Tann 1. juni 2008 tók skótavirksemið í Skótahúsinum Kambur ein enda, tá ið húsið varð keypt av Fuglafjarðar Kommunu, sum skuldi brúka húsini sum kommunalt frítíðarskúlatilboð. Húsini hava síðan tá verið karmur um frítíðarskúlan Kambur. Virksemi. Frá fyrstu tíð av, varð skótahúsið nýtt til landspatruljukapping, og var eisini karmur um landsfund hjá føroysku KFUM skótunum. Eisini varð húsið brúkt til skótalegur, sum skótalið kring landið stundum nýttu. Millum tiltøkini kunnu nevnast patruljuføraravenjing (PF-venjing), landspatruljukapping (LPK), landsfundir og leiðaraskeið, v.m.. Eisini var skótahúsið karmur um Gillwell-útbúgvingina, sum er ein alheims leiðaraútbúgving fyri skótar, sum hevur virkað síðan 1919. Gillwell-útbúgvingin fevndi tá m.a. um pedagogik og ungdómspsykologi, umframt at dentur varð lagdur á sambandið millum skótar og samfelag og millum skótar og foreldur og skúla. Minden (Louisiana). Minden er ein býur í amerikanska stakríkinum Louisiana. Býurin liggur í útnyrðingsparti av lutstatinum, eystan fyri Shreveport. Søga. Býurin varð grundlagdur í 1836. Í 2019 búðu fleiri enn 11 túsund fólk í Minden. Premier League 2021-22. Premier League 2021-22 er tann 30. sesongin í Premier League, ið er hægsta fótbóltsdeildin í enskum fótbólti, síðan deildin varð stovnað í 1992. Sesongin byrjaði 13. august 2021 og endar hin 22. mai 2022. Manchester City er forsvarandi meistari, meðan Norwich City, Watford og Brentford eru nýggj lið í deildini, eftir at liðini fluttu upp úr Football League Championship 2020-21. Lið. Tilsamans luttaka 20 lið í deildini, av teimum spældu 17 lið við í undanfarnu kapping 2020–21 og trý lið fluttu upp úr næstbestu deildini Football League Championship 2020–21. Brentford F.C.. Brentford Football Club er eitt enskt fótbóltsfelag heimahoyrandi í Brentford, sum er ein býur vestarlaga í enska høvuðsstaðnum London. Brentford hoyrir til býarpartin ("Borough") Hounslow. Síðan 2014 kappaðist besta liðið í næstovastu ensku fótbóltsdeildini, EFL Championship, men flutti upp í Premier League í 2021. Brentford Community Stadium í London Felagið varð sett á stovn í 1889 og varð valt inn í The Football League í 1920. Besta liðið, við kelinavninum "The Bees", spældi sínar heimadystir á "Griffin Park" í Brentford, men síðan august 2020 verður nýbygda "Brentford Community Stadium" nýtt sum heimavøllur. Venjarin hjá liðinum er danin Thomas Frank. Watford. Watford er ein býur í enska greivadøminum Hertfordshire. Býurin liggur um leið 15 míl í ein útnýrðing úr enska høvuðsstaðnum London. Søga. Býurin er fyrst nevndur í heimildum í 946. Í 2019 búðu fleiri enn 96 túsund fólk í Watford. Louis van Gaal. Louis van Gaal í 2011. Louis van Gaal í 2014. Aloysius Paulus Maria van Gaal, betur kendur sum Louis van Gaal (føddur 8. august 1951 í Amsterdam) er niðurlendskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari. Í juli mánaði 2021 gjørdist hann fyri triðju ferð høvuðsvenjari hjá niðurlendska landsliðnum. Hann hevur verið høvuðsvenjari hjá Manchester United frá 2014 til 2016. Áðrenn tað hevði hann verið venjari hjá AFC Ajax, FC Barcelona, AZ Alkmaar, FC Bayern München og niðurlendska landsliðnum. Ajax Amsterdam. Liðið hjá Ajax í 2011 Amsterdamsche Football Club Ajax (eisini kallað Ajax Amsterdam, AFC Ajax, ella Ajax) er eitt fótbóltsfelag úr niðurlendska høvuðsstaðnum Amsterdam. Felagið varð stovnað í 1900, og hevur spælt í Eredivisie - tað er besta deildin í Niðurlondum - síðan deildin varð sett á stovn í 1956. Besta liðið spælir sínar heimadystir á Johan Cruyff Arena. Heima. Ajax hevur vunnið niðurlendska meistaraheitið í fótbólti 34 ferðir. EM í fótbólti 2020. Evropameistaraskapurin í fótbólti 2020 var tað 16. EM í fótbólti. Kvalifikatiónskappingin varð spæld í tíðarskeiðnum frá mars til november 2019. Vertirnir fyri endaumfarið vóru 11 býir ymsastaðni í Evropa og Asia. Tíðarskeiðið var 11. juni – 11. juli 2021. Italia vann finaluna 3–2 eftir brotssparkskapping á Onglandi. PSV Eindhoven. Besta mansliðið hjá PSV í 2007. Philips Sport Vereniging Eindhoven (vanliga kallað PSV Eindhoven ella bara PSV) er eitt fótbóltsfelag úr niðurlendska býnum Eindhoven. Felagið varð stovnað í 1913 og spælir í Eredivisie, sum er besta fótbóltsdeildin í Niðurlondum. PSV spælir sínar heimadystir á Philips Stadion í Eindhoven. Saman við Ajax Amsterdam og Feyenoord frá Rotterdam hoyrir PSV til tey trý toppliðini í niðurlendskum fótbólti. Lancaster (Pennsylvania). Lancaster er áttandi størsti býur í amerikanska lutstatinum Pennsylvania. Býurin liggur í eystara parti av deilstatinum, nakað miðskeiðis millum Harrisburg og Philadelphia. Søga. Lancaster varð grundlagdur í 1729. Býurin var frá 1799 til 1812 høvuðsstaðurin í Pennsylvania. Í 2019 búðu fleiri enn 59 túsund fólk í Lancaster. Elizabethton. Elizabethton er ein býur í amerikanska lutstatinum Tennessee. Býurin liggur í landnyrðingsparti av deilstatinum, nakrar kilometrar eystan fyri Johnson City. Áin "Doe River" rennur ígjøgnum býin og út í ánna "Watauga River", sum rennur fram við býnum. Søga. Í 2019 búðu fleiri enn 13 túsund fólk í Elizabethton. Oakland. Oakland er áttandi størsti býur í amerikanska lutstatinum Kalifornia. Býurin liggur í vestara parti av deilstatinum, fram við "San Francisco Bay". Hinumegin víkina er San Francisco. Søga. Býurin varð grundlagdur í 1852. Í 2019 búðu fleiri enn 433 túsund fólk í Oakland. Salem (Oregon). Salem er høvuðsstaður og næststørsti býur í amerikanska lutstatinum Oregon. Býurin liggur í útnyrðingsparti av deilstatinum, sunnan fyri Portland, sum er størsti býurin í Oregon. Áin " Willamette River " rennur ígjøgnum býin. Søga. Býurin varð grundlagdur í 1842. Í 2019 búðu fleiri enn 174 túsund fólk í Salem. Carson City. Carson City er sættstørsti býur og høvuðsstaður í amerikanska deilstatinum Nevada. Býurin liggur í vestara parti av lutstatinum. Vestan fyri býin er vatnið Lake Tahoe, sum liggur á markini millum Nevada og Kalifornia. Søga. Býurin varð grundlagdur í 1858. Í 2019 búðu fleiri enn 55 túsund fólk í Carson City. Snæfall. Snæfall (norskt mál: "Snøfall") er ein norsk jólakalendar sum verdur sendin á NRK Super í 2016. Jólakalendarin var send dubbað til føroyskt mál í KVF jólin 2017. Søgugongd. Jólakalendarin er um níggju ára gomlu Selmu, sum er foreldraleys, og droymir um at fáa eina familju. Síðan foreldur hennara doyðu, hevur hon búð hjá Ruth. Ruth er stranga grannakonan, sum fyribils skal taka sær av Selmu og hundinum hjá henni, Caspari. Selma droymir um, at hon hevur eina ordiliga familju onkustaðni, sum hon ikki kennur. Vit sleppa eisini við í ein ævintýraheim, har lítla bygdin Snæfall liggur fyri seg sjálva í eini ísoyðu. Her hitta vit Julius, sum er sjálvur jólamaðurin. Leikarar. Aðrir røddir: Hjalti Rasmussen, Bragi Berghamar Patursson, Lý Dávadóttir Magnussen, Jógvan Ingi Falkvard Joensen, Guðrið Patursson Calabria. Calabria -hérað er svæði / fylki í suðvesturhluta Ítalíu með 2,1 milljón íbúa. Kalabría liggur að Tarantóflóa, Týrrenahafi, Jónahafi og í norðri með Basilicata, þá er það aðskilið frá Sikiley með Messinasundi. Catanzaro er höfuðborgin og stærsta borgin er Reggio Calabria. Breiðar hraðbrautir og hratt járnspennar tengja stóru bæina saman, risastórar brýr hafa verið rifnar og fleiri eru í byggingu - hér er hæsta bogabrú í heimi. Jarðskjálftar eru algengari vegna stöðu þess nákvæmlega miðsvæðis við Miðjarðarhafið, sem gerir það efnahagslega öflugt en einnig í hættu á skjálftahrina. Jarðskjálftinn í stórborgunum Reggio Calabria og Messina var einn sterkasti skjálfti tuttugustu aldarinnar. Samtals er Calabria 25.280 km² breitt. Zapopan. Zapopan er høvuðsstaður í Meksiko. Karel Gott. Karel Gott (føddur 14. juli 1939 í Pilsen í Bøhmen, nú Plzeň í Kekkia, deyður 1. oktober 2019 í Prag) var ein kekkiskur tenorsangari. Sum sangari var hann best kendur í Eysturevropa, men seint í sekstiárunum gjørdist hann eisini kendur í Vesturevropa, serliga í Týsklandi, har hann framførdi nógvar sangir í sjeytiárunum, teirra millum sannir slagarar. Jean-Paul Belmondo. Jean-Paul Belmondo (føddur 9. apríl 1933 í Neuilly-sur-Seine í Frankaríki, deyður 6. september 2021 í Paris) var franskur sjónleikari.. Hann byrjaði filmslistarligu yrkisleið sína í fimmtiárunum. Gjøgnumbrotið kom í 1960 og skjótt gjørdist hann ein av størstu stjørnunum í franska filmsheiminum. Kurt Westergaard. Kurt Westergaard (føddur 13. juli 1935 í Døstrup í Suðurjyllandi, deyður 14. juli 2021 í Keypmannahavn) var danskur teknari. Frá 1983 til 2010 var hann keiputeknari fyri danska blaðið "Jyllands-Posten". Hann bleiv víðagitin, tá hann í 2005 teknaði islamska profetin Muhammed í Jyllands-Posten. Tekningarnar førdu til Muhammedkreppuna, sum er ein av teimum álvarsligastu uttanríkispolitisku kreppum, sum Danmark hevur verið í. V.S. Naipaul. Vidiadhar Surajpasad Naipaul (føddur 17. august 1932, deyður 11. august 2018 var bretskur rithøvundur av vestindiskum uppruna. V. S. Naipaul var ættaður úr Trinidad, men síðan fimmtiárini búleikaðist hann i Stórabretlandi. Í 2001 vann hann Nobel heiðurslønin í bókmenti. Burt Reynolds. Burton Leon Reynolds jr., betur kendur sum Burt Reynolds (føddur 11. februar 1936 í Lansing í Michigan, deyður 6. september 2018 í Jupiter í Florida) Burt Reynolds var kendur frá fleiri filmum, serliga úr sjeyti- og áttatiárunum, men kanska mest fyri leiklut sín í filmunum "Smokey and the Bandit" fra 1977 og "The Cannonball Run" fra 1981. Hann hevur fingið eina stjørnu á Walk of Fame í Hollywood. Jólakongur. Jólakongur (norskt mál: "Julekongen") er ein norsk jólakalendar sum verdur sendin á NRK Super í 2014. Jólakalendarin var send dubbað til føroyskt mál í KVF jólin 2020. Norm Macdonald. Norman Gene "Norm" Macdonald (føddur 17. oktober 1959) er bandarískur leikari og grínisti sem er þekktur fyrir áberandi hlutverk hans í "Saturday Night Live" og á "Dr. Dolittle" bíó. Glyvralon. Glyvralon er hús á Glyvrum, Eysturoynni. Søga. Glyvralon er bygt áðrenn kríggið, og er bygt í arkitektoniska Barokk stílinum. Innan er Glyvralon innrættað við flottum møblum úr nítjandu øld, og er ein gjøgnumgangandi stílur í gjøgnum øll húsini. Uttanfyri húsini er størt jarðarøki, á 17.000m2, har seyður og onnur kríatúr ganga frítt, og er tað eitt ógvuliga náttúru-vakurt øki. Nakað sunnanfyri húsini liggur virkið og høvuðskontórið hjá Bakkafrost. Niels Pauli í Heimistovu teknaði húsini, sum lærarahjúnini Christian og Helena Bjarnadal lótu byggja í seinru helt av 1930unum; men Bjarnadal hjúnini fluttu ikki inn, fyrr enn kríggið var av. Um aldarskiftið keypti Jógvan Lauritsen úr Sørvági húsini, sum tá vóru í sera ringum standi, men sum hann so hegnisliga umvældi. Á sumri 2018 vóru húsini aftur til sølu, og vóru tað hjúnini Terje og Birna Vestergaard, sum gjørdust nýggir eigarar av húsunum. Húsini liggja sera vakurt niðri við sjóvarmálan í vøkru náttúruni á Glyvrum. Glyvralon í dag. Í dag verður Glyvralon leigað út til skeiðsvirksemi, brúdleypir, veitslur og annað, ið krevur tílíkar umstøður. Glyvralon trekkir seg burturúr rúgvuni við at tey hava ein fínari gjøgnumgangandi stíl í gjøgnum húsini, enn hvat man vanliga sær í veitsluhølum. Afturat stóra veitsluhølinum og glasbygninginum er alt loftið innrættað sum eitt stórt fundarhøli, har møguleiki er at hava fundir, skeiðir fyri upp til 40 fólkum, og annað. Í dag rekur Birna Vestergaard alt virksemið í Glyvralon. Birna Vestergaard. Birna Vestergaard (fødd 19. apríl 1973 á Glyvrum) er lærarinna og sjálvstøðug vinnurekandi. í 2018 keypti hon, saman við manninum Terje Vestergaard, eini hús við sjóvarmálan á Glyvrum, og byrjaðu tey virksemið, sum í dag er kent undir heitinum Glyvralon. Birna er dóttir Hans á Bakka Jacobsen, sum stovnaði fyritøkuna Bakkafrost. Birna er systir núverandi stjóra á Bakkafrost, Regin Jacobsen. Birna er gift við politikkaranum og vinnulívsmanninum, Terja B. Vestergaard. Saman eiga tey trý børn, Maritu Højgaard, Hans Terje Vestergaard og Dánjal Vestergaard. Terje Beinar Vestergaard. Terje Beinar Vestergaard (føddur 13. Februar 1973 í Sumba) er politikkari og sjálvstøðugur vinnurekandi. í 2018 keypti Terje, saman við konuni Birnu Vestergaard, eini hús við sjóvarmálan á Glyvrum, og byrjaðu tey virksemið, sum í dag er kent undir heitinum Glyvralon. í 2019 keypti Terje seg inn í eitt plátuverkstað, men seldi sín part fyri at gerast leiðari á Ditec. Terje er kommunal -og landspolitikkari. Hann stillaði fyrstu ferð upp til kommunalpolitikk í Runavíkar Kommunu í 2012 og slapp inn, og í valinum í 2016 gjørdist hann varðaborgarstjóri í kommununi. í 2019 stillaði Terje fyri fyrstu ferð upp í landspolitikki fyri Sjálvstýri, har hann gjørdist júst ov stuttur at koma inn. Tó er hann varðamaður á tingi. Terje hevur givið fleiri tónleikaútgávur út, og er vorðin kendur manna millum fyri sína fólkaligu rødd. Millum annað hevur hann givið tveir sangir út, sum verpápin Hans á Bakka, sáli, skrivaði áðrenn hann andaðist. Teir báðir sangirnir kallast Tíðin fer, og Lívsins Rósa. Eisini hevur hann latið aðrar útgávur úr hondum, og hevur hann millum ár og dag verið nógv at hoyra í útvarpi og aðrastaðni. Terje hevur eisini skrivað og sungið sangir fyri bæði Støkk og NSÍ. Terje er giftur við Birnu Vestergaard. Saman eiga tey trý børn, Maritu Højgaard, Hans Terje Vestergaard og Dánjal Vestergaard.