Men ormurin var sniðfundigari enn øll onnur djór á markini, sum Harrin Guð hevði skapað. Og hann mælti við konuna: »Man nú Guð hava sagt, at tit ikki mega eta av nøkrum træi í aldingarðinum?« Men tá ið Ádam og kona hans í kvøldarlotinum hoyrdu Harran Guð koma gangandi gjøgnum aldingarðin, royndu tey at krógva seg fyri honum millum trøini í aldingarðinum. Tá kallaði Harrin Guð á Ádam og segði: »Hvar ert tú?« Hann svaraði: »Eg hoyrdi teg í aldingarðinum og varð bangin og krógvaði meg, av tí at eg eri nakin.« Tá segði hann: »Hvør hevur sagt tær, at tú ert nakin? Mestur hevur tú etið av trænum, sum eg beyð tær ikki at eta av!« Ádam svaraði: »Konan, ið tú setti mær við lið, gav mær av trænum, og eg át.« Tá segði Harrin Guð við konuna: »Hvat hevur tú gjørt?« Konan svaraði: »Tað var ormurin, ið tøldi meg, so at eg át.« Við konuna segði hann: »Við miklum treytum skalt tú ganga við barni; og við pínu skalt tú føða; men tó skal tráan tín vera eftir manni tínum; og hann skal valda tær!« Tornir og tistlar skal hon bera tær; og tú skalt eta urtir markarinnar. Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, hagar til tú aftur fert í jørðina, sum tú ert tikin av; tí av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða!« Og Ádam nevndi konu sína Evu, tí at hon varð móðir at øllum, sum liva. Síðan gjørdi Harrin Guð Ádami og konu hans skinnbúnar og læt tey í teir. Tá koyrdi Harrin Guð hann út úr aldingarðinum í Eden og setti hann til at dyrka ta jørð, sum hann var sjálvur tikin av. Og Ábel varð seyðamaður, men Káin varð jarðyrkismaður. Og nakað aftaná bar Káin Harranum offurgávu av tí, sum jørðin hevði givið av sær. Men eisini Ábel ofraði av tí frumgitna úr fylgi sínum, av fiti tess. Harrin leit við tokka til Ábels og gávu hans; men til Káins og gávu hans leit hann ikki við tokka. Hetta varð Káin ógvuliga illur um og gekk og lútaði við høvdinum. Tá segði Harrin við Káin: »Hví ert tú illur, og hví gongur tú og lútar við høvdinum? Men Káin øvundaði Ábel, bróður sín; og einaferð, tá ið teir vóru úti í bønum, ráddist Káin á Ábel og drap hann. Men Harrin segði við hann: »Nei, um Káin verður dripin, tá skal hann sjey ferðir hevndur verða!« Harrin setti merki á Káin, til tess at ikki hvør tann, ið hitti hann, skuldi drepa hann. Síðan fór Káin burtur frá ásjón Harrans og settist niður í landinum Nod fyri eystan Eden. Káin kendi konu sína; og hon varð við barn og átti Hánok. Hann bygdi borg og kallaði hana Hánok eftir syni sínum. Men Nóa fann náði í eygum Harrans. Men um kvøldið um tað mundið, tá ið genturnar vóru vanar at fara út eftir vatni, læt hann kamelarnar leggja seg niður við brunnin uttan fyri bygdina. Av hesum man eg tá kenna, at tú sýnir kærleika móti húsbónda mínum!