Men tað lukkaðist Blair at fáa Bush at sleppa ætlanini at bumba sjónvarpsstøðina mitt í Doha , høvuðsstaðnum í Katar . Í Grønlandi halda samráðingarnar fram um samgonguna , sum hevur fingið navnið Norðlýsissamgongan . Allir flokkar eru noyddir til at slaka í barnapakkanum , Siumut hevur lovað ein barnakekk , IA at børnini fáa at eta í skúlunum og Atassut lovaði elstu næmingunum í fólkaskúlanum skúlapengar . Í barnapakkanum , sum væntandi fer at kosta 60 milliónir krónur , eru eisini broytingar í barsilsskipanini og kunningarátak um umsorgan fyri børnum , ella heldur vantandi umsorgan . Politisk semja um at beina burtur kynsligan mun Í Íslandi fer altingið at taka av tann mun , sum enn verður gjørdur á samkyndum og hinskyndum . Allir flokkar taka undir við einum uppskoti hjá forsætisráðharranum , sum skal geva samkyndum somu rættindi sum onnur hava . Tó ætlar Guðrún Ögmundsdóttir í sosialdemokratiska flokkinum , Samfylkingini , at koma við broytingaruppskoti , so samkynd eisini kunnu verða kirkjuliga skrásett í parlag . Eisini hetta hevur undirtøku í øllum flokkum . Sum er kunnu bara sýslumenn skráseta samkynd í parlag . Hann mælti til at hoyra allar partar , áðrenn støða verður tikin til broytingaruppskotið . Tað gongur væl at skipa stjórn í Grønlandi , og sum skilst eru bert smálutir eftir at fáa upp á pláss . Sambært Jonathan Motzfeldt úr Siumut eru nú bara smálutir eftir at fáa uppá pláss , umframt at baklondini hjá flokkunum skulu góðkenna samgonguskjalið , ið væntandi verður undirskrivað fríggjadagin . Spanski trolarin Monte Meixueiro , sum norðmenn tóku við Svalbard , hevur mist veiðu fyri 12 milliónir krónur sambært sektaruppskoti frá politinum í Tromsø . Norsku myndugleikarnir siga , at skipið hevði alt ov nógvan svartkalva umborð . Eingin ivi er um , at málið fer í rættin . Harafturat viðurkenna sponsku myndugleikarnir ikki , at norðmenn eiga at døma í hesum máli . Nýggja konservativa stjórnin í Póllandi hevur latið upp skjalagoymslurnar frá tíðini , tá ísakalt var millum Warszawasamgonguna og NATO . Við at geva almenninginum atgongd til loyniligu skjalagoymslurnar , roynir Pólland síni viðurskifti við Rusland . Samstundis ger Pólland upp við sína kommunistisku fortíð . Hans Enoksen heldur fram sum landsstýrisformaður , og hann umsitur eisini sjálvstýrisstýrið . Nýggja samgongan hevur 23 av 31 tinglimum . Politiið í Keypmannahavn hevur handtikið fýra fólk , sum eru undir illgruna fyri at hava samband við morðið á ein 17 ára gamlan drong av afrikanskum uppruna . Drongurin varð í nátt funnin deyður á einum kamari á fjórðu hædd á Hotel Continent , ið liggur á Nørrebrúgv . Sambært donskum fjølmiðlum hevði drongurin løstir í høvdið , ið kunnu stava frá skotum . Hotel Continent verður millum annað nýtt til at hýsa flóttafólki . Eisini millum veljarararnar hjá Arbeiðaraflokkinum er meirilutin ímóti . At hava loynilig fongsul er brot á europeiska mannarættindarsáttmálan . Teir 31 tinglimirnir skulu harumframt samtykkja fleiri mál . Av tí sama hevur samgongan formanssessirnar og meirilutan í øllum tingnevndunum . Niðurstøðan hjá løgregluni var tá , at menninir ikki høvdu ætlanir um at ræna flogfarið , men málið hevur tó vakt stóran ans í Danmark . Eitt serligt ferðafólk sat umborð á sama flogfari sum menninir , nevniliga mest umstríddi kritikarin av islam í Evropa , hollendarin Ayaan Hirsi Ali . Shimon Peres tapti formansvalið og valdi at taka seg úr arbeiðaraflokkinum . Norsku myndugleikarnir vistu , at Ísrael fór at fáa hendur á kjarnorkuvápnum , áðrenn Noreg í 1959 gjørdi avtalu um at selja Ísrael 20 tons av tungum vatnið . Tað vísa skjøl stemplaði sum loyndarmál , ið norska útvarpið liggur inni við . Tunga vatnið varð brúkt til at framleiða stórar nøgdir av kjarnorkuvápnum . Higartil hava norsku myndugleikarnir noktað , at tey vistu , hvat vatnið skuldi brúkast til . Í 1959 vóru tað bert Noreg og USA , sum kundu veita tungt vatn í so stórum nøgdum , og USA vildi ikki selja til Ísrael . Uppskotið er sett fram av norðurlendska vinstravonginum við danska Eindarflokkinum á odda . Tey vænta ikki , at uppskotið verður felt av norðurlendsku ráðharrunum . Niðurstøðan um ringa veðrið var fyri á veðurlagsfundi í Montreal .