Tað er ikki longur pláss fyri , at lutir og kenslur bara eru . Men í nógvum førum gjørdist vónin um hjálp ein hvørvisjón , tí tey , sum kanska kundu hjálpa , vaskaðu sínar hendur . Eg skal ikki gera meg til dómara yvir , hvør hevði skyldina av hvørjum . Eg minnist bara , hvussu eg øtaðist við , tá eg sá , hvussu summi eftir øllum at døma bara kundu lata eyguni aftur fyri tí neyðini , sum hevði rakt teirra medmenniskju , sigur Unn . Kenslan gav Unn íblástur til at skriva nakrar yrkingar um næstrakærleika , sum á fleiri hættir eisini rennur sum ein reyður tráður gjøgnum hinar tekstirnar . - Í míni verð er onki tilvildarligt , og tað vit gera , fær altíð avleiðingar . Vit kunnu birta ljós í okkara medmenniskjum við at vera góð við tey og vísa teimum virðing . Men tað er líka skjótt at sløkkja ljósið , lata eygu og oyru aftur og rista ábyrgdina av okkum . Slíkt er sjálvandi lætt at sita og siga , og fyri onkran ljóðar tað uttan iva sum ein kliché , men fyri meg snýr hetta seg um eina heila lívsfatan , sum sær hvørt einstakt menniskja sum lið í eini óendaligari ringrás . Vit eru ikki bara partur av hvørjum øðrum . Vit eru eisini ein liður í náttúruni rundanum okkum og tí andaliga heiminum , sum finst onkustaðni hinumegin hetta lívið - himmalinum um tú vilt . Og saman við tankanum um , at okkara atburður altíð hevur avleiðingar , verður hetta ein lívsfatan , sum grundleggjandi snýr seg um eina kollektiva ábyrgd , sum tað ikki ber til at skáka sær undan . - Tá vit tosa um tað upprunaliga , tosa vit sum oftast um tað , sum part av eini fortíð , sum ikki kann endurskapast , og sum er í andsøgn við nútíðina og framtíðina . Fyri okkum eru framstig pr. definitión góð , men í okkara hugaheimi eru tey eisini óloysiliga knýtt at nútíðini og framtíðini . Fortíðin verður óbrúkilig , eitt sorgblítt minni um eina tíð , tá vit ikki vistu betur . Tí verður tankin um , at tað ber til at tvinna fortíðina saman við nútíðina í einum nýggjum slagi av framstigi óhugsandi fyri okkum . Eitt tað besta dømi er tankin um vistfrøðilig landbrúk . Hetta er ein tanki , sum áhaldandi trokar seg framat , men vit vita ikki , hvussu vit skulu hýsa honum . Hon vísir á tað løgna í , at okkum dámar so ótrúliga væl at lýsa okkum sjálvi sum eitt fólk , við einum serligum sambandi við náttúruna . Tað hava vit uttan iva havt einaferð , men dømini um tað liva í dag í besta føri bara sum gomul minni um nakað fjart . Vandin er sjálvandi , at illusiónin verður ein forðing fyri , at vit taka okkum um reiggj og síggja veruleikan í eyguni , men Unn heldur , at tað ber eisini til at venda tí hin vegin . - Eg eri grundleggjandi eitt positivt menniskja , sum ikki missir vónina . So hvør veit , kanska er tað bara ein spurningur um tíð , inntil tað , sum stendur í faldanum , er sannleikin , sigur Unn í Dali . Fyri Unn er tíðin ein óendalig spiral , sum gongur runt og runt og ongantíð fangar hin endan , og í hesi endaleysu spiralini er núið tað einasta , vit eiga . - Hetta er ein tanki , tey flestu av okkum hava sera ilt við at góðtaka , og tí brúka vit eina rúgvu av orku uppá at býta tíðina sundur fyri síðani at petta hana saman aftur á ein hátt , sum tykist at geva okkurt slag av meining , vit kunnu góðtaka . Men tíðin letur seg ikki býta sundur , og tí verða okkara royndir at gera tað ikki bara sera klossutar . Tær enda í grundini eisini við at mótarbeiða lívinum , sum altíð er eitt slag av heildarúrsliti av bæði fortíðini og nútíðini og eisini av okkara bønum og vónum um framtíðina . Av ymsum orsøkum varð útgávan av ongum , men tankarnar í savninum slepti hon ongantíð , og onkrir av tekstunum eru eisini við í nýggja savninum . - Eg havi tikið nakrar av gomlu yrkingunum ella tekstunum við í tann mun , teir geva meining fyri heildina í nýggja savninum . Tá ein tanki , setningur ella tekstur er liðugur , dregur hann ein annan við sær , og soleiðis heldur tað fram .