Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina. Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum. Og Guð segði: »Verði ljós!« Og tað varð ljós. Og Guð sá, at ljósið var gott, og Guð skildi ljósið frá myrkrinum, og Guð kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði hann nátt. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – fyrsti dagur. Og Guð segði: »Verði hválv í miðjum vøtnunum, og tað skilji vøtn frá vøtnum!« Og tað varð so. Guð gjørdi hválvið og skildi vatnið niðri undir hválvinum frá vatninum uppi yvir hválvinum; og Guð kallaði hválvið himmal. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – annar dagur. Og Guð segði: »Savnist vøtnini undir himmalinum á ein stað, so at turrlendið kemur undan!« Og tað varð so. Og Guð kallaði turrlendið jørð, og savnið av vøtnunum kallaði hann hav. Og Guð sá, at tað var gott. Og Guð segði: »Jørðin lati spretta av sær grønt gras, urtir við fræi í, og aldintrø, sum hvørt ber ávøkst, eftir sínum kyni við fræi í, á jørðini!« Og tað varð so. Jørðin læt spretta fram grønt gras, urtir við fræi í, hvørja eftir sínum kyni, og aldintrø, sum bóru ávøkst við fræi í, hvørt eftir sínum kyni. Og Guð sá, at tað var gott. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – triði dagur. Og Guð segði: »Verði ljós á himmalhválvinum til at skilja dag frá nátt, og tey skulu vera til merkis og til at avmarka hátíðir, dagar og ár, og tey skulu vera ljós á himmalhválvinum til at lýsa á jørðina!« Og tað varð so. Guð gjørdi tey tvey stóru ljósini, hitt størra ljósið til at ráða um dagin og hitt minna ljósið til at ráða um náttina, og stjørnurnar. Og Guð setti tey á himmalhválvið at lýsa á jørðina, og at ráða degi og nátt og at skilja ljósið frá myrkrinum. Og Guð sá, at tað var gott. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – fjórði dagur. Og Guð segði: »Vøtnini yði í livandi skepnum, og fuglar fljúgvi yvir jørðina undir himmalhválvinum!« Og tað varð so. Og Guð skapaði hini stóru havdjórini og allar hinar yðjandi nøgdir av livandi skepnum, sum vøtnini yðja í, eftir teirra kyni og allar floygdar fuglar eftir teirra kyni. Og Guð sá, at tað var gott. Og Guð vælsignaði tey og segði: »Nørist og fjølgist og fyllið havsins vøtn, og fuglarnir fjølgist á jørðini!« Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – fimti dagur. Og Guð segði: »Jørðin ali fram livandi skepnur, hvørja eftir sínum kyni, fenað, skriðkykt og villdjór, hvørt eftir sínum kyni!« Og tað varð so. Og Guð gjørdi villdjórini, hvørt eftir sínum kyni, og fenaðin eftir sínum kyni, alskyns skriðkykt á jørðini eftir sínum kyni. Og Guð sá, at tað var gott. Og Guð segði: »Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkum líkar, og tær skulu ráða yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum á jørðini og yvir øllum skriðkyktunum, sum skríða á jørðini!« Og Guð skapaði mannin eftir síni mynd, í Guðs mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey, og Guð vælsignaði tey, og Guð segði við tey: »Verðið barnrík og fjølgist og uppfyllið jørðina og leggið hana undir tykkum, og ráðið yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum, sum rørast á jørðini!« Og Guð segði framvegis: »Sí, eg gevi tykkum alskyns fræberandi urtir á allari jørðini og alskyns trø, sum bera ávøkst við fræi í; tey skulu tit hava til føði. Og øllum djórunum á jørðini og øllum himmalsins fuglum og øllum, sum skríður á jørðini, øllum tí, sum hevur lívsanda, gevi eg alt gras og grønar urtir til føði!« Og tað varð so. Og Guð leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – sætti dagur. Menniskjan í Eden v1 Soleiðis vórðu himin og jørð og allur herur teirra fullgjørd. v2 Og Guð fullgjørdi á sjeynda degi verk sítt, sum hann hevði skapað; og hann hvíldi á sjeynda degi frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapað. v3 Guð vælsignaði hin sjeynda dagin og halgaði hann, tí á honum hvíldi Guð frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapað og gjørt. v4 Hetta er søgan um uppruna himins og jarðar, tá ið tey vórðu skapað. v5 Tá ið Harrin Guð skapaði jørð og himin – men á vøllum jarðar var enn als eingin runnur til; og ongar urtir vuksu enn á markini, av tí at Harrin Guð enn ikki hevði latið tað regna á jørðina, og eingir menn vóru til at dyrka jørðina; v6 men upp úr jørðini kom kelda og vætaði alla markina – v7 tá myndaði Harrin Guð mannin av mold jarðar og blásti lívsanda í nasar hans, og soleiðis varð maður til livandi skepnu. v8 Síðan plantaði Harrin Guð aldingarð í Eden í eysturlandi; og har setti hann mannin, sum hann hevði myndað. v9 Og Harrin Guð læt úr dyrkilendinum spretta upp alskyns trø, frálík á at líta og góð til matna og í miðjum aldingarði lívsins træ og træ kunnleikans um gott og ilt. v10 Úr Eden rann stórá til at væta aldingarðin; fyri uttan greinaðist hon sundur og varð til fýra áir. v11 Hin fyrsta eitur Pisjon; hon rennur kring um alt landið Hávila, har sum gullið finst; v12 og gullið har í landinum er gott; har finst eisini bdellium og sjóhamsteinur. v13 Onnur áin eitur Gihon; hon rennur kring um alt landið Kusj v14 Triðja áin er Hiddekel; hon rennur fyri eystan Assýriu. Fjórða áin er Frat. v15 Og Harrin Guð tók Ádam og setti hann í aldingarðin Eden til tess at dyrka hann og varða um hann. v16 Men Harrin Guð beyð Ádami og segði: »Av øllum trøum er tær loyvt at eta eftir vild; v17 men av træi kunnleikans um gott og ilt skalt tú ikki eta; tí at so skjótt, sum tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja!« v18 Harrin Guð segði nú: »Ikki er gott, at maðurin er einsamallur; eg vil gera honum medhjálp, sum hóskar honum.« v19 Og Harrin Guð myndaði úr mold øll djór á markini og allar fuglar himinsins og læt tey koma fram fyri Ádam til tess at sjá, hvat navn hann fór at geva teimum, tí at hvør livandi skepna skuldi bera tað navn, sum hann gav henni. v20 Ádam gav øllum fenaðinum og fuglum himinsins og øllum djórum á markini nøvn – men til sín sjálvs fann Ádam onga hóskandi medhjálp. v21 Tá læt Harrin Guð fastan svøvn koma á Ádam; og tá ið hann var sovnaður, tók hann eitt av rivjabeinum hans og fylti aftur í aftur við holdi. v22 Og Harrin Guð myndaði konu av rivinum, sum hann hevði tikið av Ádami og leiddi hana til Ádams. v23 Tá mælti Ádam: »Hesa ferðina er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi; hon skal kallast kallinna, tí av kallmanni er hon tikin!« v24 Tí fer maður frá faðir og móður og heldur seg aftur at konu síni, og tey verða eitt hold. v25 Tey vóru nakin, bæði Ádam og kona hansara, men blúgvaðust tó ikki. Syndafallið v1 Men ormurin var sniðfundigari enn øll onnur djór á markini, sum Harrin Guð hevði skapað. Og hann mælti við konuna: »Man nú Guð hava sagt, at tit ikki mega eta av nøkrum træi í aldingarðinum?« v2 Konan svaraði orminum: »Av ávøkstum træanna í aldingarðinum mega vit eta; v3 men av ávøksti træsins, ið stendur í miðjum aldingarði, hevur Guð sagt, at vit mega ikki eta og ikki nerta hann, tí annars verður deyðin okkum vísur.« v4 Men ormurin segði við konuna: »Tit skulu als ikki doyggja. v5 Men Guð veit, at so skjótt sum tit eta av tí trænum, munnu eygu tykkara verða upplatin, og tit munnu verða eins og Guð og duga at skyna á illum og góðum.« v6 Tá ið nú konan sá, at træið var gott til matna og frálíkt á at líta og avbært til at fáa vit av, tá tók hon av ávøksti tess og át; somuleiðis gav hon eisini manni sínum, ið hjá henni var, og hann át. v7 Men tá lótust eyguni upp á teimum báðum; og tá ið tey vórðu vør við, at tey vóru nakin, tóku tey at seyma sær belti úr bløðunum av fikutrøum. v8 Men tá ið Ádam og kona hans í kvøldarlotinum hoyrdu Harran Guð koma gangandi gjøgnum aldingarðin, royndu tey at krógva seg fyri honum millum trøini í aldingarðinum. v9 Tá kallaði Harrin Guð á Ádam og segði: »Hvar ert tú?« v10 Hann svaraði: »Eg hoyrdi teg í aldingarðinum og varð bangin og krógvaði meg, av tí at eg eri nakin.« v11 Tá segði hann: »Hvør hevur sagt tær, at tú ert nakin? Mestur hevur tú etið av trænum, sum eg beyð tær ikki at eta av!« v12 Ádam svaraði: »Konan, ið tú setti mær við lið, gav mær av trænum, og eg át.« v13 Tá segði Harrin Guð við konuna: »Hvat hevur tú gjørt?« Konan svaraði: »Tað var ormurin, ið tøldi meg, so at eg át.« v14 Tá mælti Harrin Guð við ormin: »Fyri at tú gjørdi hetta, skalt tú verða bannaður millum allan fenaðin og millum øll djór á markini; á búki tínum skalt tú skríða og eta mold allar ævidagar tínar! v15 Og eg seti fjandskap millum teg og konuna, millum avkom títt og avkom hennara; tað skal morla høvur títt, og tú skalt bíta tað í hælin!« v16 Við konuna segði hann: »Við miklum treytum skalt tú ganga við barni; og við pínu skalt tú føða; men tó skal tráan tín vera eftir manni tínum; og hann skal valda tær!« v17 Við Ádam segði hann: »Av tí at tú lýddi konu tíni og átst av tí træi, sum eg hevði sagt, at tú skuldi ikki eta av, tí skal jørðin verða tær bannað tín vegna; við strevi skalt tú vinna tær føðslu av henni allar ævidagar tínar. v18 Tornir og tistlar skal hon bera tær; og tú skalt eta urtir markarinnar. v19 Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, hagar til tú aftur fert í jørðina, sum tú ert tikin av; tí av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða!« v20 Og Ádam nevndi konu sína Evu, tí at hon varð móðir at øllum, sum liva. v21 Síðan gjørdi Harrin Guð Ádami og konu hans skinnbúnar og læt tey í teir. v22 Tá segði Harrin Guð: »Sí, Ádam er vorðin sum ein av okkum til at skyna á illum og góðum! Nú má hann ikki rætta út hond sína og taka eisini av lívsins træi og eta og liva um allar ævir!« v23 Tá koyrdi Harrin Guð hann út úr aldingarðinum í Eden og setti hann til at dyrka ta jørð, sum hann var sjálvur tikin av. v24 Og hann rak Ádam út; og fyri eystan Edens aldingarð setti hann kerúbarnar við hinum glampandi logasvørði til at verja vegin til lívsins træ. Káin og Ábel v1 Og Ádam kendi konu sína Evu; og hon varð við barn og føddi Káin og mælti: »Mansbarn hevur mær ognast við Harrans hjálp!« v2 Síðan føddi hon øðrum sinni bróður hansara Ábel. Og Ábel varð seyðamaður, men Káin varð jarðyrkismaður. v3 Og nakað aftaná bar Káin Harranum offurgávu av tí, sum jørðin hevði givið av sær. v4 Men eisini Ábel ofraði av tí frumgitna úr fylgi sínum, av fiti tess. Harrin leit við tokka til Ábels og gávu hans; v5 men til Káins og gávu hans leit hann ikki við tokka. Hetta varð Káin ógvuliga illur um og gekk og lútaði við høvdinum. v6 Tá segði Harrin við Káin: »Hví ert tú illur, og hví gongur tú og lútar við høvdinum? v7 Tá ið tú gert tað, ið gott er, kanst tú treystliga hyggja upp; men tá ið tú ikki gert tað, ið gott er, tá liggur syndin fyri durunum og tráar eftir tær; men tú eigur at vinna á henni!« v8 Men Káin øvundaði Ábel, bróður sín; og einaferð, tá ið teir vóru úti í bønum, ráddist Káin á Ábel og drap hann. v9 Tá segði Harrin við Káin: »Hvar er Ábel, bróðir tín?« Hann svaraði: »Tað veit eg ikki; eigi eg at varða um bróður mín?« v10 Men hann segði: »Hvat hevur tú gjørt? Hoyr, blóð bróður tíns rópar til mín frá jørðini! v11 Nú skalt tú verða bannaður burtur frá akurlandinum, sum læt upp munn sín og drakk blóð bróður tíns av hond tíni! v12 Tá ið tú dyrkar jørðina, skal hon ikki longur geva tær av gróðrarmegi síni; flýggjandi skalt tú flakka um jørðina!« v13 Tá segði Káin við Harran: »Misgerð mín er mær ov tung at bera! v14 Sí, nú rekur tú meg burtur av akurlandinum, og eg verði at krógva meg fyri tær og má flýggjandi flakka um jørðina, og hvør tann, ið hittir meg, kann drepa meg!« v15 Men Harrin segði við hann: »Nei, um Káin verður dripin, tá skal hann sjey ferðir hevndur verða!« Og Harrin setti merki á Káin, til tess at ikki hvør tann, ið hitti hann, skuldi drepa hann. v16 Síðan fór Káin burtur frá ásjón Harrans og settist niður í landinum Nod fyri eystan Eden. Ætt Káins v17 Káin kendi konu sína; og hon varð við barn og átti Hánok. Hann bygdi borg og kallaði hana Hánok eftir syni sínum. v18 Og Hánoki føddist Írad, og Írad gat Mehújael, Mehújael gat Metúsjael, og Metúsjael gat Lamek. v19 Og Lamek tók sær tvær konur, onnur æt Ada og hin Zilla. v20 Ada átti Jábal; hann varð ættfaðir teirra, sum búgva í tjøldum og eiga fenað. v21 Bróðir hansara æt Júbal; hann varð ættfaðir alra teirra, sum leika hørpu og ljóðpípu. v22 Zilla átti eisini son, Túbal-Káin; hann varð ættfaðir alra teirra, sum smíða úr kopari og jarni. Systir Túbal-Káins æt Náama. v23 Tá mælti Lamek við konur sínar Adu og Zillu: »Hoyrið meg, konur Lameks! Gevið orðum mínum ljóð: Mann vá eg fyri hvørt sár mítt og ungmenni fyri hvørja skeinu, sum eg fekk. v24 Varð Káin sjey ferðir hevndur, tá skal Lamek sjeyti og sjey ferðir hevndur verða.« Set v25 Og Ádam kendi aftur konu sína; og hon átti son og nevndi hann Set; »tí,« segði hon, »Guð hevur sett mær avkom í stað Ábels, sum Káin drap.« v26 Og Seti varð eisini føddur sonur, og hann nevndi hann Enosj. Um tað mundið fóru menn at ákalla navn Harrans. Ættartal Sets v1 Hetta er ættartal Ádams. Tá ið Guð skapaði Ádam, skapaði Guð hann sær líkan. v2 Sum kall og konu skapaði hann tey; og hann vælsignaði tey og nevndi tey »menniskjur«, tá ið tey vórðu skapað. v3 Ádam livdi í eitt hundrað og tríati ár, og hann gat son í líki sínum og eftir mynd síni og nevndi hann Set. v4 Og Ádam livdi átta hundrað ár, eftir at hann hevði gitið Set; og hann gat synir og døtur. v5 Soleiðis vórðu allir ævidagar Ádams níggju hundrað og tríati ár; tá doyði hann. v6 Tá ið Set var eitt hundrað og fimm ára gamal, gat hann Enosj. v7 Og eftir at Set hevði gitið Enosj, livdi hann átta hundrað og sjey ár; og hann gat synir og døtur. v8 Soleiðis vórðu allir ævidagar Sets níggju hundrað og tólv ár; tá doyði hann. v9 Og tá ið Enosj var níti ára gamal, gat hann Kenan. v10 Og eftir at Enosj hevði gitið Kenan, livdi hann átta hundrað og fimtan ár; og hann gat synir og døtur. v11 Og allir ævidagar Enosjar vórðu níggju hundrað og fimm ár; tá doyði hann. v12 Tá ið Kenan var sjeyti ára gamal, gat hann Máhálalel; v13 og eftir at Kenan hevði gitið Máhálalel, livdi hann átta hundrað og fjøruti ár og gat synir og døtur. v14 Og allir ævidagar Kenans vórðu níggju hundrað og tíggju ár; tá doyði hann. v15 Tá ið Máhálalel var seksti og fimm ára gamal, gat hann Jared. v16 Og eftir at Máhálalel hevði gitið Jared, livdi hann átta hundrað og tríati ár og gat synir og døtur. v17 Og allir ævidagar Máhálalels vórðu átta hundrað og níti og fimm ár; tá doyði hann. v18 Tá ið Jared var eitt hundrað og seksti og tvey ára gamal, gat hann Enok. v19 Og eftir at Jared hevði gitið Enok, livdi hann átta hundrað ár og gat synir og døtur. v20 Og allir ævidagar Jareds vórðu níggju hundrað og seksti og tvey ár; tá doyði hann. v21 Tá ið Enok var seksti og fimm ára gamal, gat hann Metúsalem. v22 Og Enok gekk við Guði; og eftir at hann hevði gitið Metúsalem, livdi hann trý hundrað ár og gat synir og døtur. v23 Og allir ævidagar Enoks vórðu trý hundrað og seksti og fimm ár. v24 Og eftir at Enok hevði livað við Guði, hvarv hann, av tí at Guð tók hann burtur. v25 Tá ið Metúsalem var eitt hundrað og áttati og sjey ára gamal, gat hann Lamek. v26 Og eftir at Metúsalem hevði gitið Lamek, livdi hann sjey hundrað og áttati og tvey ár og gat synir og døtur. v27 Og allir ævidagar Metúsalems vórðu níggju hundrað og seksti og níggju ár; tá doyði hann. v28 Tá ið Lamek var eitt hundrað og áttati og tvey ára gamal, gat hann son; v29 og hann nevndi hann Nóa og mælti: »Hesin skal veita okkum ugga í okkara tunga stríði og strevi á hesi jørð, sum Harrin hevur bannað.« v30 Eftir at Lamek hevði gitið Nóa, livdi hann fimm hundrað og níti og fimm ár og gat synir og døtur. v31 Og allir ævidagar Lameks vórðu sjey hundrað og sjeyti og sjey ár; tá doyði hann. v32 Og tá ið Nóa var fimm hundrað ára gamal, gat hann Sem, Kam og Jáfet. Spilla menniskjunnar v1 Men tá ið menninir tóku at fjølgast á jørðini, og døtur vórðu teimum føddar, v2 tá bar so á, at synir Guðs vórðu varir við, hvussu fagrar mannadøturnar vóru; og teir tóku sær til konu allar, sum teir fingu hug á. v3 Tá segði Harrin: »Andi mín skal ikki allar ævir búgva í menniskjuni, tí at hon er jú hold; og ævidagar hennara skulu vera eitt hundrað og tjúgu ár.« v4 Á teimum døgum vóru risarnir á fold og eisini seinni, tí at synir Guðs vóru gingnir inn til mannadøtranna, og tær føddu teimum børn; tað vóru hetjurnar, sum í forðum vóru navnframar. v5 Tá ið Harrin sá, at illskapur menniskjanna var mikil á fold, og at tær í hjarta sínum einans hugsaðu um at fremja illverk tann líðilanga dag, v6 tá iðraði Harrin seg um at hava skapað menniskjuna á fold; og tað neit hann í hjartað. v7 Og Harrin segði: »Eg vill oyða menniskjuna, sum eg havi skapað, burtur av jørðini, bæði menn og fenað, skriðkykt og fuglar himinsins, tí meg iðrar at hava skapað tey!« v8 Men Nóa fann náði í eygum Harrans. Guð boðar flóð og skipar at byggja ørkina v9 Hetta er ættarsøga Nóa. Nóa var maður rættlætur og gudrøkin í síni øld. Nóa gekk við Guði. v10 Og Nóa gat tríggjar synir: Sem, Kam og Jáfet. v11 Men jørðin var spilt í eygum Harrans; og jørðin fyltist av yvirgangsverkum. v12 Guð leit at jørðini og sí, hon var vorðin spilt, tí at alt hold hevði spilt leið sína á fold. v13 Tá mælti Guð við Nóa: »Eg havi rátt av at gera enda á øllum holdi, tí av teirra ávum er jørðin full av yvirgangsverkum; nú vil eg oyða tey burtur av jørðini! v14 Men ger tú tær ørk av goferviði; og tú skalt gera herbergi í ørkini og bræða hana bæði innan og uttan við biki. v15 Og tú skalt gera ørkina soleiðis: Trý hundrað alnir skal hon vera long, fimmti alnir breið og tríati alnir høg. v16 Og takið skalt tú leggja á ørkina, so at tað røkkur eina alin útum frá í erva; og á síðu hennara skalt tú seta hurð og leggja trý loft í ørkina: eitt niðasta, eitt miðloft og eitt ovasta loft. v17 Sí, eg lati nú vatnflóðina koma yvir jørðina til at avoyða alt hold við lívsanda í undir himninum; alt, sum á jørðini er, skal týna lívið! v18 Men við teg vil eg gera sáttmála mín: tú skalt fara inn í ørkina, tú og synir tínir og kona tín og sonakonur tínar við tær. v19 Av øllum djórum, av øllum holdi, skalt tú taka eitt par av hvørjum kyni inn í ørkina til at verða á lívi saman við tær; tey skulu vera kalldjór og kvenndjór, v20 av fuglunum eftir sínum kyni, av fenaðinum eftir sínum kyni og av øllum skriðkykti jarðar eftir sínum kyni; av øllum skal eitt par koma til tín til tess at verða á lívi. v21 Og tú skalt taka av alskyns etandi mati og savna tað til tín, so at tað kann verða tær og teimum til føðslu.« v22 Nóa so gjørdi; hann bar seg at í øllum lutum eins og Guð hevði boðið honum. Flóðin mikla. Nóa fer inn í ørkina v1 Tá segði Harrin við Nóa: »Gakk tú og alt húski títt inn í ørkina, tí at teg havi eg sæð rættlátan fyri ásjón míni í hesum ættarliði. v2 Av øllum reinum djórum skalt tú taka tær sjey pør, kalldjór og kvenndjór; og av øllum teimum djórum, sum ikki eru rein, eitt par, kalldjór og kvenndjór. v3 Eisini av fuglum himinsins sjey pør, kalldjór og kvenndjór til tess at lata avkom eftir seg á allari jørðini. v4 Tí at um sjey dagar lati eg tað regna á jørðina í fjøruti dagar og fjøruti nætur og oyði av jørðini hvørja skepnu, sum eg havi skapað.« v5 Nóa gjørdi nú í øllum lutum, eins og Harrin hevði boðið honum. v6 Nóa var seks hundrað ára gamal, tá ið vatnflóðin kom yvir jørðina. v7 Nóa og synir hans, kona hans og sonakonur hans við honum fóru tá inn í ørkina undan vatnflóðini. v8 Av reinum djórum og av teimum djórum, ið ikki vóru rein, av fuglunum og øllum, sum skríður á jørðini, v9 komu pørini eitt fyri og annað eftir til Nóa í ørkina, kalldjór og kvenndjór eins og Harrin hevði boðið Nóa. Flóðin oyðir alt lív á jørð v10 Og tá ið nú teir sjey dagarnir vóru umlidnir, kom vatnflóðin yvir jørðina. v11 Á sætta hundraðasta aldursári Nóa, á seytjanda degi í øðrum mánaði, á tí degi opnaðust keldur hins mikla frumhavs, og allar lúkur himinsins fóru frá. v12 Og glopraregnið dundi yvir jørðina í fjøruti dagar og fjøruti nætur. v13 Á hesum sama degi fór Nóa inn í ørkina og við honum synir hansara Sem, Kam og Jáfet, kona hansara og sonakonur hans tríggjar, v14 og somuleiðis øll villdjórini eftir sínum kyni og allur fenaður eftir sínum kyni og alt skriðkykt á jørðini eftir sínum kyni og allir fuglar eftir sínum kyni og alt, sum veingir hevur; v15 av øllum holdi, sum lívsanda hevur, fóru tey eitt parið fyri og annað eftir inn í ørkina til Nóa. v16 Av øllum holdi gingu tey inn, kalldjór og kvenndjór, eins og Guð hevði boðið honum. Og Harrin læt aftur eftir honum. v17 Tá kom vatnflóðin yvir jørðina í fjøruti dagar, og vatnið vaks og lyfti ørkini, so at hon varð hevjað upp frá jørðini. v18 Og vatnið megnaðist og vaks stórum á jørðini, og ørkin rak um á vatninum. v19 Og vatnið vaks og vaks á jørðini, til øll hini høgu fjøll, sum eru undir øllum himninum, vóru undir; v20 fimtan alnir stóð vatnið fyri oman fjøll og fjaldi tey. v21 Tá doyði alt hold, sum rørdist á jørðini, bæði fuglar og fenaður, villdjórini og alt skriðkykt, sum skreið á jørðini, og allar menniskjur, v22 alt, sum hevði lívsanda í nasum sínum, alt, sum var á turrlendinum, tað doyði. v23 Soleiðis avoyddi hann allar skepnur, ið vóru á jørðini, bæði fólk og fenað, skriðkykt og himinsins fuglar, tað oyddist burtur av jørðini. Einans Nóa var eftir og tey, sum við honum vóru í ørkini. v24 Og vatnið megnaðist á jørðini í eitt hundrað og fimmti dagar. Flóðin linnar v1 Tá mintist Guð Nóa og øll djórini og allan fenaðin, sum var við Nóa í ørkini; og Guð læt vind blása yvir jørðina, so at vatnið tók at minka; v2 keldur frumhavsins og lúkur himinsins lótust aftur, og glopraregnið av himni lætti av. v3 Og vatnið hvarv í hvørjum av jørðini og minkaði burtur eftir hundrað og fimmti døgum. v4 Seytjanda dagin hins sjeynda mánaðar stóð ørkin á Árarats fjalli. v5 Og vatnið minkaði so við og við alt fram at tíggjunda mánaði; og fyrsta dag hins tíggjunda mánaðar komu fjallatindarnir undan. v6 Tá ið nú fjøruti dagar vóru umlidnir, læt Nóa upp gluggan, sum hann hevði gjørt á ørkina, v7 og sendi ravn út; hann helt á at fljúgva aftur og fram, til vatnið tornaði av jørðini. v8 Síðan slepti hann dúgvu út til at vita, um vatnið var farið av jørðini. v9 Men tá ið hon ongan stað fann til at hvíla seg á, snúðist hon aftur til hansara í ørkina; tí at enn var vatn yvir allari jørðini; hann rætti tá hondina út og tók hana til sín inn í ørkina. v10 Síðan bíðaði hann aftur aðrar sjey dagar og slepti aftur dúgvuni út úr ørkini. v11 Móti kvøldi kom dúgvan aftur til hansara og hevði grønt oljuviðarblað í nevinum; tá skilti Nóa, at vatnið var farið av jørðini. v12 Hann bíðaði tá aftur aðrar sjey dagar og slepti síðan dúgvuni út; men tá kom hon ikki aftur til hansara meira. v13 Og á sætta hundraðasta og fyrsta aldursári Nóa, á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar, var vatnið tornað av jørðini; tá tók hann takið av ørkini, leit um seg og sá, at jørðin var turr. v14 Á tjúgunda og sjeynda degi í øðrum mánaði var jørðin turr. Nóa fer úr ørkini v15 Tá talaði Guð við Nóa og segði: v16 »Far út úr ørkini, tú og kona tín og synir tínir og sonakonur tínar við tær; v17 og hav út við tær øll djór, sum hjá tær eru, alt hold, bæði fuglar og fenað og øll skriðkykt, sum skríða á jørðini, til tess at tey mega yðja á jørðini og nørast og fjølgast á foldum!« v18 Tá fór Nóa út og synir hans og kona hans og sonakonur við honum; v19 øll villdjórini, allur fenaður og allir fuglar og alt skriðkykt, ið skríður á jørðini, hvørt eftir sínum kyni, fór út úr ørkini. Hann ofrar; fyrijáttan Harrans v20 Tá reisti Nóa Harranum altar og tók av øllum reinum djórum og øllum reinum fuglum og ofraði brennioffur á altarinum. v21 Men tá ið Harrin kendi góðan royk, segði hann við sjálvan seg: »Eg vil ikki aftur banna jørðina mannanna vegna; tí at hjarta mansins stundar á tað illa alt frá ungdómi hans; eg vil ongantíð aftur deyða alt, sum livir, eins og eg nú havi gjørt. v22 Meðan jørðin stendur, skal sáðtíð og heystingartíð, frost og hiti, summar og vetur, dagur og nátt ikki svitast.« Sáttmáli Guðs við Nóa v1 Tá vælsignaði Guð Nóa og synir hans og segði við teir: »Nørist og fjølgist og uppfyllið jørðina! v2 Ótti og ræðsla fyri tykkum skal vera yvir øllum djórum á jørð, yvir øllum fuglum himinsins og øllum, sum skríður á jørðini, og yvir øllum havsins fiskum; í valdi tykkara skulu tey vera. v3 Alt, sum rørist og livir, skal vera tykkum til føðslu; eins og hinar grønu urtirnar gevi eg tykkum nú alt hetta. v4 Men kjøt, sum sálin – tað er blóðið – er í, skulu tit ikki eta. v5 Eg krevji hevnd fyri tykkara egna blóð; av hvørjum djóri krevji eg hevnd fyri blóð mansins; og yvir hvønn mann krevji eg hevnd fyri mannalív. v6 Hann, ið úthellir mannablóð, av manni skal hansara blóð verða úthelt; tí at eftir mynd síni skapaði Guð mannin. v7 Men nørist tit og fjølgist og fyllið jørðina og leggið hana undir tykkum!« v8 Og Guð mælti við Nóa og synir hans, ið hjá honum vóru, og segði: v9 »Sí, mín sáttmála vil eg nú gera við tykkum og eftirkomarar tykkara eftir tykkum; v10 og við allar livandi skepnur, ið eru hjá tykkum, við fuglar og fenað og við øll villdjór á fold, við alt, sum gekk út úr ørkini, við øll djór jarðarinnar. v11 Mín sáttmála geri eg við tykkum, at ongantíð skal alt hold aftur verða oytt av vatnflóð, og ongantíð skal flóð koma aftur til at oyða jørðina.« v12 Og Guð segði: »Hetta skal vera merki sáttmálans, sum eg geri millum mín og tykkara og allar livandi skepnur, ið hjá tykkum eru, fyri øll komandi ættarlið: v13 Boga mín seti eg í skýggið; og hann skal vera sáttmálamerkið ímillum meg og jørðina. v14 Og hvørja ferð eg dragi skýggini saman yvir jørðina, og bogin sæst í skýggjunum, v15 tá man eg minnast á sáttmálan, ið er millum mín og tykkara og allar skepnur av øllum holdi; og ikki skulu vøtnini aftur verða til vatnflóð til at oyða alt hold. v16 Tá ið tá bogin stendur í skýggjunum, skal eg líta at honum til tess at minnast á hin æviga sáttmálan millum Guð og allar skepnur av øllum holdi, sum eru á jørðini.« v17 Síðan segði Guð við Nóa: »Hetta er merki sáttmálans, ið eg geri millum meg og alt hold, sum er á jørðini.« Synir Nóa v18 Synir Nóa, sum gingu út úr ørkini, vóru Sem, Kam og Jáfet; men Kam var faðir Kánáans. v19 Hesir tríggir vóru synir Nóa; og frá teimum er ættað alt fólkið á jørðini. Nóa dyrkar vín; orð til synirnar; Nóa doyr v20 Jarðyrkismaðurin Nóa var fyrsti maður, ið legði inn víngarð. v21 Tá ið hann nú hevði drukkið av víninum, og hann varð drukkin, lá hann nakin inni í tjaldinum. v22 Tá sá Kam, faðir Kánáans, nakni faðirs síns og fór út og segði tað fyri brøðrum sínum. v23 Men Sem og Jáfet tóku skikkjuna og løgdu sær á herðar; síðan gingu teir inn aftur eftir hæli og huldu nakni faðirs síns; men andlit teirra horvdu burtur, so at teir sóu ikki nakni faðirs síns. v24 Tá ið Nóa vaknaði úr víndúrinum og fekk at vita, hvat yngsti sonur hansara hevði gjørt honum, mælti hann: v25 »Bølbiðin verði Kánáan! Trælur trælanna verði hann brøðrum sínum!« v26 Og framvegis mælti hann: »Lovaður veri Harrin, Guð Sems! Men verði Kánáan trælur teirra! v27 Guð gevi Jáfeti landarúmd; og búgvi hann í Sems tjøldum; men verði Kánáan trælur teirra!« v28 Nóa livdi trý hundrað og fimmti ár eftir vatnflóðina. v29 Soleiðis vórðu allir ævidagar Nóa níggju hundrað og fimmti ár. Tá doyði hann. Ættartal tjóðanna v1 Hetta er ættartal Nóa sona, Sems, Kams og Jáfets; teimum føddust synir eftir vatnflóðina. v2 Synir Jáfets vóru Gómer, Mágog, Mádai, Jávan, Túbal, Mesjek og Tíras. v3 Og synir Gómers vóru Asjkenaz, Rífat og Tógarma. v4 Og synir Jávans vóru Elisja, Tarsis, Kittar og Ródanitar. v5 Út frá teimum greinaðust oyggjalands tjóðirnar. Hetta eru synir Jáfets í londum sínum, hvør við sínum tungumáli, eftir ættargreinum og tjóðflokkum sínum. v6 Synir Kams vóru Kusj, Mizráim, Put og Kánáan. v7 Synir Kusj vóru Seba, Hávila, Sabta, Ráma og Sabteka, og synir Ráma vóru Sjeba og Dedan. v8 Kusj gat Nimrod; hann var fyrsti veldismaður á fold. v9 Hann var mikil veiðimaður fyri Harranum; tí verður sagt: Mikil veiðimaður fyri Harranum eins og Nimrod. v10 Upphavið at ríki hans var Bábel og Erek, Akkad og Kalne í Sinears landi. v11 Úr hesum landi fór hann til Assýriu og bygdi Nineve og Rehobot-Ir, Kela v12 og Resen millum Nineve og Kela – tað er borgin mikla. v13 Og Mizráim gat Luditar og Ánamitar, Lehabitar og Naftuhitar, v14 Patrusitar og Kasluhitar, haðan Filistar vóru ættaðir, og Kaftoritar. v15 Kánáan gat Zidon, sín frumgitna, og Het, v16 Jebusitar, Ámoritar, Girgasjitar, v17 Hivitar, Arkitar, Sínitar, v18 Arvaditar, Zemaritar og Hámatitar. Síðan spreiddust ættargreinar Kánáanitanna um, v19 so at landamark Kánáans gekk frá Zidon um Gerar alt at Gaza, framvegis til Sódomu og Gómorru, Adma, Zeboim og alt at Lasja. v20 Hesir vóru synir Kams eftir kyntáttum sínum, eftir tungumálum sínum, í londum sínum, í tjóðum sínum. v21 Men eisini Sem, ættfaðir at øllum sonum Ebers, elsti bróðir Jáfets, fekk synir. v22 Synir Sems vóru Elam, Assur, Arpaksjad, Lud og Áram. v23 Synir Árams vóru Uz, Hul, Geter og Masj. v24 Arpaksjad gat Sjela, og Sjela gat Eber. v25 Eber fekk tveir synir; annar æt Peleg, tí á hansara døgum spjaddist fólkið á jørðini sundur; bróðir hansara æt Joktan. v26 Joktan gat Almodad, Sjelef, Házarmavet, Jera, v27 Hádóram, Uzal, Dikla, v28 Óbal, Ábimael, Sába, v29 Ofir, Hávila og Jóbab. Allir hesir vóru synir Joktans. v30 Og bústaðir teirra vóru frá Mesja og allan vegin at Sefar, at eysturfjøllum. v31 Hesir eru synir Sems eftir ættargreinum og tungumálum sínum, í londum sínum, eftir tjóðum sínum. v32 Hetta eru ættargreinar sona Nóa eftir ættartali sínum, í tjóðflokkum sínum. Og frá teimum spjaddust tjóðirnar út um jørðina eftir vatnflóðina. Bábeltornið, uppruni tungumálanna v1 Og øll mannaættin hevði eitt mál og somu tungu. v2 Men tá ið teir nú løgdu leiðina eystureftir, komu teir fram á ein slætta í Sinears landi og settust niður har. v3 Tá søgdu teir hvør við annan: »Komið og latum okkum knoða tigulsteinar og herða teir væl í eldi.« Soleiðis nýttu teir tigul í staðin fyri grót og jarðbik í staðin fyri kálk. v4 Og teir søgdu: »Vit skulu byggja okkum borg og torn, hvørs tindur røkkur til himins og gera okkum navnframar, so at vit ikki spjaðast um alla jørðina!« v5 Men Harrin steig oman til tess at síggja borgina og tornið, sum mannabørnini fingust við at byggja. v6 Og Harrin mælti: »Sí, teir eru ein tjóð og hava allir sama tungumál; hetta er fyrsta fyritøka teirra; og nú man neyvan nakað verða teimum óført, sum teir finna upp á at gera. v7 Komið tí og latum okkum stíga oman og fløkja tungumál teirra, so at teir ikki skilja málið, hvør hjá øðrum.« v8 Tá spjaddi Harrin teir haðan út um alla jørðina, so at teir lættu av at byggja borgina. v9 Tessvegna eitur hon Bábel, tí at har fløkti Harrin øll tungumál jarðar; og haðan spjaddi Harrin tey út um alla jørðina. Ættartal Sems v10 Hetta er ættartal Sems. Sem var hundrað ára gamal, tá ið hann gat Arpaksjad, tvey ár eftir flóðina. v11 Og eftir at Sem hevði gitið Arpaksjad, livdi hann fimm hundrað ár og gat synir og døtur. v12 Arpaksjad var tríati og fimm ára gamal, tá ið hann gat Sjela. v13 Og eftir at Arpaksjad hevði gitið Sjela, livdi hann fýra hundrað og trý ár og gat synir og døtur. v14 Sjela var tríati ára gamal, tá ið hann gat Eber. v15 Og eftir at Sjela hevði gitið Eber, livdi hann fýra hundrað og trý ár og gat synir og døtur. v16 Eber var tríati og fýra ára gamal, tá ið hann gat Peleg. v17 Og eftir at Eber hevði gitið Peleg, livdi hann fýra hundrað og tríati ár og gat synir og døtur. v18 Peleg var tríati ára gamal, tá ið hann gat Reu. v19 Og eftir at Peleg hevði gitið Reu, livdi hann tvey hundrað og níggju ár og gat synir og døtur. v20 Reu var tríati og tvey ára gamal, tá ið hann gat Serug. v21 Og eftir at Reu hevði gitið Serug, livdi hann tvey hundrað og sjey ár og gat synir og døtur. v22 Serug var tríati ára gamal, tá ið hann gat Nákor. v23 Og eftir at Serug hevði gitið Nákor, livdi hann tvey hundrað ár og gat synir og døtur. v24 Nákor var tjúgu og níggju ára gamal, tá ið hann gat Tára. v25 Og eftir at Nákor hevði gitið Tára, livdi hann hundrað og nítjan ár og gat synir og døtur. v26 Tára var sjeyti ára gamal, tá ið hann gat Ábram, Nákor og Háran. Ættartal Tára v27 Hetta er ættartal Tára. Tára gat Ábram, Nákor og Háran; og Háran gat Lot. v28 Háran doyði undan Tára faðir sínum í føðilandi sínum í Ur Kaldeu. v29 Ábram og Nákor tóku sær konur; kona Ábrams æt Sárai, og kona Nákors æt Milka, dóttir Hárans, faðir at Milku og Jisku. v30 Men Sárai var óburin og fekk einki barn. v31 Tá tók Tára Ábram son sín og Lot son Hárans, sonarson sín, og Sárai sonarkonu sína, konu Ábrams, sonar síns, og fór við teimum úr Ur Kaldeu til Kánáanlands. Og tá ið tey komu til Kárans, settust tey niður har. v32 Tára livdi tvey hundrað og fimm ár; tá doyði Tára í Káran. Ábram og Lot koma til Kánáanlands v1 Og Harrin segði við Ábram: »Far burtur úr landi tínum, frá ættarfólki tínum og úr húsi faðirs tíns, til tað landið, ið eg man vísa tær á! v2 Eg skal gera teg til mikla tjóð og vælsigna teg, so at tú verður navnframur og til signingar. v3 Ja, tey, ið vælsigna teg, man eg vælsigna, og tey, ið biðja ilt fyri tær, skal eg banna; allar ættir jarðarinnar skulu fáa signing av tær.« v4 Síðan legði Ábram avstað, eins og Harrin hevði sagt við hann; og Lot fór við honum. Ábram var sjeyti og fimm ára gamal, tá ið hann fór úr Káran. v5 Og Ábram hevði við sær Sárai, konu sína, og Lot, bróðurson sín, og allar ognarlutir, ið teimum hevði ognast, og tað fólk, ið teir høvdu fingið sær í Káran; og teir hildu ferð síni móti Kánáanlandi og komu hagar. v6 Ábram fór nú um landið alt at halgistaðinum í Sikem, at spásagnareikini. Tá búðu Kánáanitar í landinum. v7 Tá birtist Harrin fyri honum og segði: »Eftirkomarum tínum vil eg geva hetta landið.« Hann reisti tá Harranum altar, har sum hann hevði birtst fyri honum. v8 Síðan búðist hann til ferðar og fór til fjøllini fyri eystan Betel og setti har tjøld síni, soleiðis at Betel var fyri vestan og Ai fyri eystan; og hann reisti Harranum altar har og ákallaði navn Harrans. v9 Og Ábram flutti so við og við móti suðurlandinum. Ábram í Egyptalandi v10 Men hallár varð í landinum; tá fór Ábram til Egyptalands at búgva har í útisetri, tí at hallárið nívdi landið illa. v11 Tá ið hann nú nærkaðist Egyptalandi, segði hann við Sárai, konu sína: »Eg veit, at tú ert vøkur kona. v12 Tí munnu Egyptar, tá ið teir síggja teg og halda teg vera konu mína, fara at drepa meg og lata teg vera á lívi. v13 Tí skalt tú siga, at tú ert systir mín, til tess at tað má vignast mær væl fyri tínar sakir, so at eg má verða á lívi tín vegna.« v14 Tá ið Ábram kom inn í Egyptaland, sóu Egyptar konuna, og at hon var sera vøkur. v15 Men tá ið høvdingar Fáraos høvdu sæð hana og róst henni fyri Fárao, varð hon flutt inn í húsið hjá Fárao. v16 Men hann gjørdi væl við Ábram hennara vegna, so at honum ognaðist bæði smalur og stórdýr, trælir og trælkvendi, asnar og øsnur og kamelar. v17 Men Harrin nívdi Fárao og hús hansara við ringum plágum fyri sakir Sárai, konu Ábrams. v18 Tá sendi Fárao boð eftir Ábrami og segði við hann: »Hvat er hetta, tú hevur gjørt mær! Hví segði tú mær ikki, at hon var kona tín? v19 Hví segði tú, at hon var systir tín, so at eg tók hana til konu? Her hevur tú nú konu tína! Far við henni!« v20 Og Fárao beyð monnum sínum at fylgja honum og konu hansara við øllum, sum tey áttu, á leið. (13,1) Ábram fór nú úr Egyptalandi í suðurlandið við konu síni og øllum, sum hann átti; og Lot var við honum. Ábram og Lot skiljast v2 Ábram átti nú almiklan eyð bæði av fenaði og í gulli og í silvuri. v3 Hann flutti nú sunnaneftir so við og við alt at Betel, hagar ið hann á fyrsta sinni hevði sett upp tjald sítt millum Betel og Ai, v4 á tann stað, har sum hann áður hevði reist altarið. Har ákallaði Ábram navn Harrans. v5 Lot, ið fylgdist við Ábrami, átti eisini smalur og stórdýr og tjøld. v6 Men landið var teimum ikki nóg stórt til, at teir kundu búgva saman; tí at fylgi teirra vóru so stór, at teir ikki fingu búð saman. v7 Tá fóru hirðar Ábrams og hirðar Lots upp at klandrast – tá búðu Kánáanitar og Perezitar í landinum – v8 Men Ábram segði við Lot: »Hoyr tú, eingin ósemja skal vera okkara millum og millum hirða okkara, tí at vit eru jú frændur. v9 Liggur ikki alt landið opið fyri tær? Skilst tú heldur við meg! Vilt tú fara til vinstru handar, so fari eg til høgru; og vilt tú fara til høgru handar, so fari eg til vinstru.« v10 Tá leit Lot seg um og sá, at allur Jórdanslættin var land eins og aldingarður Harrans, eins og Egyptaland alt at Zoar – tað var áður enn Harrin hevði avoytt Sódomu og Gómorru. v11 Og Lot kjósaði sær allan Jórdanslættan. Síðan helt hann leiðini eystureftir; og soleiðis skildust teir. v12 Ábram settist niður í Kánáanlandi; men Lot settist niður í borgunum á Jórdanslættanum og flutti um í tjøldum alt at Sódomu. v13 Men menninir í Sódomu vóru vándir og stórir syndarar fyri Harranum. Harrin tekur upp aftur heiti sítt v14 Og Harrin segði við Ábram, eftir at Lot hevði skilt seg við hann: »Hav upp eygu tíni og lít teg um, haðan sum tú stendur, norðureftir og suðureftir, eystureftir og vestureftir, v15 tí at alt landið, sum tú sært, skal eg geva tær og eftirkomarum tínum um allar ævir. v16 Eg skal gera avkom títt eins og dustið á jørð, so at tað ikki kann teljast, heldur enn nakar kann telja dustið á jørð. v17 Statt nú upp og far um alt landið bæði tvørturum og eftir longdini; tí at tær gevi eg tað!« v18 Síðan flutti Ábram um í tjaldi; og hann kom og búsettist í Mamrelund, sum er í Hebron; har bygdi hann Harranum altar. Herferð Eysturlandskonga v1 Tá ið Amrafel var kongur í Sinear, Arjok kongur í Ellasar, Kedorlaomer kongur í Elam, og Tideal kongur í Gojim, v2 fóru teir herferð móti Bera, kongi av Sódomu, og Birsja, kongi av Gómorru, og Sjineab, kongi av Adma, og Sjemeber, kongi av Zeboim og konginum av Bela, tað er Zoar. v3 Allir hesir hittust á Siddims vøllum, tað er Salthavid. v4 Í tólv ár høvdu teir tænt Kedorlaomer; men trettanda árið høvdu teir gjørt uppreist; v5 og á fjúrtanda ári kom Kedorlaomer og kongarnir, sum við honum vóru, og vunnu sigur á Refaitum í Asjtarot-Karnáim og á Zuzitum í Ham, á Emitum í Sjave-Kirjatáim v6 og á Hóritum á Se'irs fjøllum alt at El-Páran tætt við oyðimørkina. v7 Síðan vendu teir við og komu at Rættarlindini, tað er Kádesj, og løgdu undir seg alt land Ámalekita og somuleiðis Ámorita, sum búðu í Házazon-Támar. v8 Kongarnir av Sódomu og Gómorru, av Adma, Zeboim og av Bela, tað er Zoar, løgdu tá út og fylktu seg á Siddims vøllum til bardaga v9 við Kedorlaomer, kongin av Elam, Tideal, kongin av Gojim, Amrafel, kongin av Sinear og Arjok, kongin av Ellasar, fýra kongar móti fimm. v10 Men á Siddims vøllum vóru jarðbiksgryvjur hvør við aðra; og tá ið kongarnir av Sódomu og Gómorru løgdu á flótta, duttu teir í tær, men teir, ið eftir vóru, hildu til fjals. v11 Fíggindin rændi tá allar ognir í Sódomu og Gómorru og fór avstað við øllum mati. v12 Teir fóru eisini við Lot bróðursyni Ábrams og øllum, sum hann átti; tí at hann búði sum vera mundi í Sódomu. Bjarging Lots v13 Tá kom einhvør flóttamaður og segði tíðindini fyri Ábrami Hebrea, ið tá búði í eikilundini hjá Mamre Ámorita, bróður Esjkols og Áners, sum eisini høvdu sáttmála við Ábram. v14 Tá ið Ábram frætti, at skyldmaður hansara var hertikin, vápnaði hann av húsfólki sínum trý hundrað og átjan royndar menn, ið vóru føddir í húsi hans, og helt aftan á fíggindan alt at Dán. v15 Har ráddist hann á teir á náttartíð, hann og menn hansara; og teir vunnu sigur á teimum og eltu teir alt at Hóba fyri norðan Dámaskus. v16 Og hann hevði aftur við sær allar fíggjarlutir og Lot, skyldmann sín, og allar fíggjarlutir hans hevði hann aftur við sær og somuleiðis konurnar og fólkið. Melkizedek v17 Men tá ið hann nú hevði vigið Kedorlaomer og kongarnar, ið við honum vóru, og var á heimferð, tá fór kongurin av Sódomu til fundar við hann í Sjavedalinum, ið nú eitur kongsdalurin. v18 Og Melkizedek, kongur av Sjálem, prestur hins hægsta Guðs, kom út við breyði og víni v19 og vælsignaði hann og mælti: »Signaður veri Ábram av Guði hinum hægsta, skapara himins og jarðar, v20 og hálovaður veri Guð hin hægsti, sum hevur givið fíggindar tínar upp í hendur tínar!« Og Ábram gav honum tíggjund av øllum. v21 Tá segði kongurin av Sódomu við Ábram: »Gev mær fólkið, men tak tú fíggjarlutirnar.« v22 Men Ábram svaraði konginum av Sódomu: »Til Harrans, hins hægsta Guðs, skapara himins og jarðar, havi eg upp hond mína, v23 at eg ikki vil taka so mikið sum tráð ella tvong ella nakað av tí, sum tú eigur! Aldrin skalt tú kunna siga: Eg havi gjørt Ábram ríkan! v24 Eg vil einki hava – einki uttan tað, ið sveinarnir hava nýtt og tað, sum lutast teimum monnum, ið við mær vóru, Áneri, Esjkoli og Mamre, lat teir fáa sínar lutir!« Harrin ger sáttmála við Ábram v1 Eftir hesar tilburðir kom orð Harrans til Ábrams í sjón soljóðandi: »Ábram, óttast ikki; eg eri skjøldur tín, løn tín skal verða ovurmikil!« v2 Men Ábram svaraði: »Harri drottin, hvat skalt tú geva mær, tá ið eg kortini má fara barnleysur burtur, og Eliezar, maður úr Dámaskus, fer at arva meg?« v3 Og Ábram segði: »Sí, son hevur tú ongan givið mær, tí fer húskallur mín at arva meg.« v4 Tá kom orð Harrans til hansara soljóðandi: »Ikki skal hesin arva teg; men tann, sum av tær verður gitin, hann skal arva teg!« v5 Síðan leiddi hann hann út á víðavang og mælti: »Lít upp móti himni og vita, um tú fært talt stjørnurnar har!« Og hann segði: »So fjølmangt skal avkom títt verða.« v6 Tá trúði Ábram Harranum; og hann roknaði honum tað til rættlætis. v7 Og hann segði við hann: »Eg eri Harrin, ið leiddi teg út úr Ur Kaldeu til tess at geva tær hetta landið til ognar.« v8 Men hann svaraði: »Harri drottin, av hvørjum skal eg vita, at tað skal ognast mær?« v9 Tá segði hann við hann: »Tak mær trævetur kvígu, trævetur geit og trævetur veðr, turtildúgvu og dúgvuunga!« v10 Hann tók tá øll hesi djórini og skar tey sundur í tógvar lutir og legði hvønn helmingin áraka annan; einans fuglarnar skar hann ikki sundur. v11 Tá rendu úr lofti rovfuglar niður á ræini; men Ábram kístaði teir burtur. v12 Men tá ið sól var at fara til viða, tá kom tungur svøvnur á Ábram; og sí, ræðandi bølamyrkur seig á hann. v13 Og hann segði við Ábram: »Vita skalt tú, at eftirkomarar tínir skulu búgva í útisetri í landi, sum ikki er teirra; og har skulu teir verða trælkaðir og kúgaðir í fýra hundrað ár. v14 Men eisini ta tjóð, ið teir verða trælkaðir av, skal eg døma; og síðan munnu teir fara haðan við miklum fíggjarlutum. v15 Men tú skalt fara í friði til fedra tína og verða jarðaður í góðari elli. v16 Og fjórða ættarlið skal koma aftur higar, tí syndamát Ámorita er enn ikki fult.« v17 Men tá ið sól var farin til viða, og myrkt var vorðið, birtist eins og rúkandi ovnur við logandi eldi, ið fór fram ímillum hesi sundurskornu offurstykki. v18 Á tí degi gjørdi Harrin sáttmála við Ábram og mælti: »Tínum eftirkomarum gevi eg hetta landið, frá Egyptalands á og alt at stóránni, ánni Eufrat: v19 land Kenita, Kenizzita, Kadmonita, v20 Hetita, Perezita, Refaita, v21 Ámorita, Kánáanita, Girgasjita, Hivita og Jebusita.« Hágar og Ísmael v1 Sárai, kona Ábrams, føddi honum eingi børn; men hon átti egyptiska trælkonu, Hágar at navni. v2 Sárai segði nú við Ábram: »Sí, Harrin hevur noktað mær gitnað; men gakk tú inn til trælkonu mína; kanska eg kann fáa avkom av henni!« Og Ábram lýddi Sárai. v3 Tá tók Sárai, kona Ábrams, Hágar, hina egyptisku trælkonu sína, eftir at Ábram hevði búð tíggju ár í Kánáanlandi, og gav manni sínum Ábrami hana sum konu. v4 Hann gekk tá inn til Hágar, og hon varð við barn; men tá ið hon kendi á sær, at hon var við barn, bretti hon sær ímóti húsfrú síni. v5 Tá mælti Sárai við Ábram: »Tann órættur, ið mær er fyri, komi yvir teg! Eg legði trælkonu mína í favn tín; og nú, ið hon sær, at hon er við barn, brettir hon sær upp ímóti mær; Harrin dømi millum mín og tín!« v6 Men Ábram svaraði Sárai: »Trælkona tín er í tínum valdi; ger við hana, sum tær lystir!« Tá fór Sárai so illa við henni, at hon flýggjaði frá henni. v7 Men eingil Harrans fann hana við vatnlindina í oyðimørkini, við lindina á vegnum til Sjúr. v8 Og hann mælti: »Hágar, trælkona Sárai, hvaðan kemur tú, og hvar ætlar tú tær?« Hon svaraði: »Eg eri flýdd frá Sárai, húsfrú míni.« v9 Eingil Harrans segði við hana: »Vend tú heim aftur til húsfrú tína og gev teg undir vald hennara!« v10 Og eingil Harrans segði við hana: »Eg skal gera avkom títt so fjølmangt, at ikki skal fáast tal á tí vegna fjøld tess.« v11 Framvegis segði eingil Harrans við hana: »Sí, tú ert við barn og skalt føða son; hann skalt tú nevna Ísmael; tí at Harrin hevur hoyrt neyðarróp tíni. v12 Hann skal vera maður líkur villiasna; hond hansara skal vera ímóti hvørjum manni, og hvørs mans hond ímóti honum; hann skal ikki víkja fyri nøkrum av frændum sínum!« v13 Men Harranum, sum við hana hevði talað, gav hon navnið: Tú ert Guð, sum sært. Tí hon segði: »Havi eg hómað hann, ið sær meg?« v14 Tí eitur brunnurin Lákai-Roi brunnur; hann er millum Kádesj og Bered. v15 Og Hágar føddi Ábrami son; og Ábram nevndi sonin, sum Hágar føddi honum, Ísmael. v16 Ábram var áttati og seks ára gamal, tá ið Hágar føddi honum sonin Ísmael. Guð ger sáttmála við Ábraham v1 Tá ið Ábram var níti og níggju ára gamal, birtist Harrin fyri honum og segði við hann: »Eg eri Guð hin alvaldi; gakk fyri ásjón míni, og ver rættlátur, v2 so vil eg gera sáttmála millum mín og tín og margfalda teg stórum.« v3 Tá fell Ábram fram á ásjón sína, og Guð talaði við hann og segði: v4 »Sí, tað eri eg, sum havi gjørt sáttmála við teg, at tú skalt verða faðir at mongum tjóðum, v5 tí skalt tú ikki longur eita Ábram; men navn títt skal vera Ábraham, tí at eg geri teg faðir at fjølmongum tjóðum. v6 Eg vil lata teg nørast í stórum, so at tú verður til tjóðir, og av tær skulu kongar koma. v7 Mín sáttmála geri eg millum mín og tín og avkom títt eftir teg, ættarlið eftir ættarlið, ævigan sáttmála um, at eg skal vera Guð tín og avkoms tíns eftir teg. v8 Og eg gevi tær og avkomi tínum eftir teg land útiseturs tíns, alt Kánáanland sum æviga ogn, og eg skal vera Guð teirra.« Guð býður umskering v9 Síðan segði Guð við Ábraham: »Men so skalt tú eisini halda sáttmála mín, tú og avkom títt eftir teg, ættarlið eftir ættarlið. v10 Og hetta er sáttmálin, ið tit skulu halda, sáttmálin millum mín og tykkara, at alt kallkyn tykkara skal umskerast. v11 Á holdi yvirhúðar tykkara skulu tit umskerast; og tað skal vera merki sáttmálans millum mín og tykkara. v12 Hvørt sveinbarn tykkara, sum er átta daga gamalt, skal verða umskorið ættarlið eftir ættarlið, bæði tey, sum eru fødd í húsinum, og tey, sum eru keypt frá fremmandum, ið ikki eru fødd av tínum ættleggi. v13 Umskerast skal bæði hann, sum er føddur í húsi tínum, og hann, sum er keyptur; og soleiðis verði sáttmáli mín ævigur sáttmáli á holdi tykkara. v14 Men hin óumskorni, hann, sum ikki er umskorin á holdi yvirhúðar sínar, hann skal verða oyddur úr tjóð síni; hann hevur slitið sáttmála mín.« Fyrijáttan um Ísak v15 Framvegis segði Guð við Ábraham: »Sárai, kona tín, skal ikki longur eita Sárai, men Sára skal navn hennara vera; v16 og eg vil vælsigna hana og geva tær eisini son við henni. Og eg vil vælsigna hana og gera hana ættarmóður at tjóðum; og tjóðkongar skulu koma av henni.« v17 Tá fell Ábraham fram á ásjón sína og læði og hugsaði við sær: »Man hundrað ára gamal maður fáa barn, ella Sára, sum er níti ár, føða?« v18 Tí segði Ábraham við Guð: »Gævi, at Ísmael mátti liva fyri ásjón tíni!« v19 Men Guð svaraði: »Nei, Sára, kona tín, skal føða tær son, ið tú skalt nevna Ísak; við hann vil eg gera sáttmála mín, ævigan sáttmála fyri eftirkomarar hansara eftir hann. v20 Men viðvíkjandi Ísmaeli havi eg bønhoyrt teg; eg vil vælsigna hann og lata hann nørast og fjølgast í stórum; tólv høvdingar skal hann gita; og eg skal gera hann til mikla tjóð. v21 Men mín sáttmála geri eg við Ísak, ið Sára man føða tær um hetta mundið aftur í ársmótið.« v22 Síðan endaði hann talu sína við hann. Og Guð steig upp frá Ábrahami. Ábraham verður umskorin v23 Tá tók Ábraham son sín Ísmael og allar, sum vóru føddir í húsi hans ella vóru keyptir, alt kallkyn av húsfólki Ábrahams; og hann umskar hold yvirhúðar teirra á hesum sama degi, eins og Guð hevði boðið honum. v24 Ábraham var níti og níggju ára gamal, tá ið hann varð umskorin á holdi yvirhúðar sínar. v25 Og Ísmael, sonur hansara, var trettan ára gamal, tá ið hann varð umskorin á holdi yvirhúðar sínar. v26 Á hesum sama degi vórðu Ábraham og sonur hansara Ísmael umskornir. v27 Og allir menn í húsi hans, bæði teir, sum vóru føddir í húsinum, og teir, sum vóru keyptir frá fremmandum, vórðu umskornir við honum. Harrin birtist Ábrahami í Mamrelund v1 Síðan birtist Harrin fyri honum í Mamrelund, har hann sat í tjalddurum sínum í hádegishitanum. v2 Og tá ið hann hugdi upp og leit seg um, sí, tá stóðu tríggir mans framman fyri honum; og tá ið hann sá teir, fór hann úr tjalddurunum rennandi ímóti teimum og lútaði til jarðar, v3 og mælti: »Harri, havi eg funnið náði í eygum tínum, tá far ikki um træl tín! v4 Loyv okkum at fara eftir einum sindri av vatni, so at tit mega tváa føtur tykkara; og hvílið tykkum síðan undir trænum! v5 Eg skal eisini fáa tykkum ein breyðbita, so at tit mega styrkja tykkum til at halda ferðina fram, tá ið tit nú kortini eru komnir her framvið hjá træli tykkara.« Teir svaraðu: »Ger, sum tú sigur.« v6 Tá skundaði Ábraham sær inn í tjaldið til Sáru og mælti: »Tak sum skjótast trý mál av mjøli, elt tað og baka køkur!« v7 Sjálvur rann hann út til neytini og tók ein snotiligan og góðan kálv og fekk sveininum hann, sum alt í einum matgjørdi hann. v8 Síðan tók hann rómastamp og mjólk og kálvin, ið til var gjørdur; og hann setti fyri teir og gekk teimum sjálvur til handa undir trænum, meðan teir fingu sær. Harrin heitir Ábrahami aftur føðing Ísaks v9 Teir søgdu tá við hann: »Hvar er Sára, kona tín?« Hann svaraði: »Har inni í tjaldinum.« v10 Tá segði hann: »Vissuliga skal eg vitja teg aftur í áramótið, og tá man Sára, kona tín, hava son.« Sára stóð og lurtaði í durum tjaldsins, ið var aftan fyri teir. v11 Men Ábraham og Sára vóru gomul og høvdu nógv ár á baki, so at tað ikki longur gekst Sáru eins og konum annars; v12 tí læði hon við sær sjálvari og hugsaði: »Man girndarhugur koma á meg, nú tá ið ellin hevur boygt meg, og maður mín eisini er vorðin gamal?« v13 Tá segði Harrin við Ábraham: »Hví lær Sára og hugsar: Hvussu skal eg, sum eri so gomul, føða son? v14 Man nakað vera Harranum óført? Tá ið eg komi aftur til tín í áramótið, tá skal Sára hava son!« v15 Men av tí at Sára nú var vorðin rædd, noktaði hon fyri tí og segði: »Nei, eg læði ikki!« Men hann svaraði: »Jú, víst læði tú!« Harrin boðar oyðing Sódomu v16 Síðan reistust teir frá borði og fóru avstað haðan niðan móti Sódomu; og Ábraham fylgdi teimum á leið. v17 Tá hugsaði Harrin: »Eigi eg at loyna fyri Ábrahami tað, sum eg ætli mær at gera? v18 Ábraham verður jú vissuliga stór og máttmikil tjóð, og allar tjóðir á fold munnu fáa signing av honum; v19 tí at hann havi eg valt út til tess, at hann skal bjóða børnum sínum og ætt síni eftir seg at varðveita veg Harrans og inna rætt og rættlæti, so at Harrin kann lata Ábraham fáa tað, sum hann hevur fyrijáttað honum.« v20 Tá segði Harrin: »Vissuliga er rópið yvir Sódomu og Gómorru mikið, og synd teirra er ovurtung; v21 tí skal eg stíga oman til tess at sjá, um teir hava borið seg at soleiðis, sum hetta rópið sigur mær frá, ella ikki; tað vil eg vita!« Forbøn Ábrahams v22 Síðan snúðust menninir haðan og fóru til Sódomu; men Harrin varð standandi eftir frammi fyri Ábrahami. v23 Tá nærkaðist Ábraham honum og mælti: »Ætlar tú av sanni at avoyða rættvísar saman við órættvísum? v24 Kanska eru fimmti rættvísir í staðnum, vilt tú tá oyða teir av og ikki eira staðnum vegna teirra fimmti rættvísu, sum har eru? v25 Fjart veri tað tær at gera tílíkt, at týna rættvísar saman við órættvísum, so at tað fer rættvísum á sama hátt sum órættvísum; fjart veri sovorðið tær; man hann, ið dømir alt jarðarríkið, ikki inna rætt?« v26 Harrin svaraði: »Finni eg í Sódomu fimmti rættvísar innanborgar, skal eg eira øllum staðnum teirra vegna.« v27 Men Ábraham tók aftur til orða og segði: »Eg eri farin at tala við Harra mín, tó at eg eri dust og øska. v28 Vera má, at fimm vanta í fimmti rættvísar; vilt tú tá oyða allan staðin vegna hesa fimm?« Hann svaraði: »Finni eg fjøruti og fimm rættvísar í honum, skal eg ikki oyða hann.« v29 Men hann helt fram at tala við hann og segði: »Vera má, at har einans finnast fjøruti.« Hann svaraði: »Vegna teirra fjøruti skal eg lata tað verða ógjørt.« v30 Uppaftur mælti hann: »Harri mín má ikki verða illur um, at eg tali, men vera má, at har einans finnast tríati.« Hann svaraði: »Finni eg tríati, skal eg ikki gera tað.« v31 Og hann segði: »Sí, eg eri farin at tala við Harra mín; men vera má, at har einans finnast tjúgu.« Hann svaraði: »Vegna teirra tjúgu skal eg ikki oyða hann.« v32 Uppaftur segði hann: »Harri mín má ikki verða illur, tá ið eg nú tali á síðsta sinni; men vera má, at har einans finnast tíggju.« Hann svaraði: »Vegna teirra tíggju skal eg lata tað verða ógjørt.« v33 Tá ið Harrin hevði endað talu sína við Ábraham, fór hann leið sína; og Ábraham vendi heim aftur til sín sjálvs. Einglar vitja Lot; spillan í Sódomu v1 Men báðir einglarnir komu um kvøldið til Sódomu; og tá ið Lot, sum sat í borgarliði Sódomu, bar eyga við teir, fór hann ímóti teimum, lútaði til jarðar v2 og mælti: »Góðu menn, komið inn hjá træli tykkara at gista og tváið føtur tykkara; í morgin árla mega tit so fara leið tykkara.« Men teir svaraðu: »Nei, vit vilja sova úti á torginum í nátt.« v3 Men hann strongdi so á teir, at teir fóru við honum; og tá ið teir komu inn í hús hansara, setti hann mat fyri teir, bakaði ósúrgaðar køkur, og teir ótu. v4 Men áður enn teir vóru farnir til hvíldar, slógu borgarmenninir, íbúgvar Sódumu, ring um húsið, bæði ungir og gamlir, hvør maður av húsi. v5 Og teir rópaðu á Lot og søgdu: »Hvar eru menninir, sum komu til tín í kvøld? Send teir út til okkara, so at vit mega svala girndarhug okkara á teimum!« v6 Lot fór tá út í dyr til teirra, lokaði hurðina eftir sær v7 og segði við teir: »Fremjið, brøður mínir, fyri alt ongar ósømdir! v8 Sí, eg havi tvær døtur, sum ikki hava kent kallmann; tær skal eg fáa tykkum; gerið við tær, sum tit vilja; men latið hesar menninar vera í náðum, tá teir nú eru komnir inn undir skuggan av taki mínum!« v9 Tá rópaðu teir: »Hav teg burtur! Hesin eini maður er komin higar at búgva sum fremmandur, og nú vil hann gera seg til dómara! Men nú skulu vit fara verri við tær enn við teimum!« Og teir løgdu á mannin, á Lot, og nærkaðust til at bróta upp hurðina. v10 Tá rættu menninir hondina útum, tóku Lot til sín inn í húsið og lokaðu hurðina. v11 Men menninar, sum vóru uttan fyri húsdyrnar, blindaðu teir, bæði smáar og stórar, so at teir góvust at finna inngongdina. Bjarging Lots v12 Og menninir søgdu við Lot: »Alt skyldfólk títt, mágar tínar, synir tínar og døtur og alt, sum tú eigur í borgini, skalt tú føra burtur frá hesum staði, v13 tí at vit ætla at oyða henda staðin, av tí at rópið yvir teir er vorðið so mikið fyri Harranum, at Harrin hevur sent okkum at oyða staðin.« v14 Tá fór Lot út at tala við mágar sínar, ið skuldu fáa døtur hansara, og mælti: »Standið upp og rýmið hiðan, tí at Harrin ætlar at oyða staðin!« Men mágar hansara tóku hetta upp fyri gjøldur. v15 Tá ið nú dagur tók at lýsa, skundaðu einglarnir undir Lot og søgdu: »Statt upp og tak við tær konu tína og báðar døtur tínar, ið hjá tær eru, so at tú ikki verður týndur fyri misgerð staðarins.« v16 Men tá ið hann drálaði, tóku menninir hann og konu og døtur hansara, av tí at Harrin vildi eira honum, og leiddu hann út og sleptu honum ikki, fyrr enn hann var komin út um staðin. v17 Og tá ið teir høvdu leitt hann útum, søgdu teir: »Bjarga tær, tí at lív títt liggur við! Lít teg ikki aftur um bak og steðga ongar staðir á slættanum; men bjarga tær niðan í fjøllini, so at tú ikki ferst!« v18 Men Lot segði við teir: »Á nei, harri mín! v19 Sí, trælur tín hevur jú funnið náði í eygum tínum, og mikla miskunn hevur tú sýnt mær við at lata meg vera á lívi; men eg kann ikki bjarga mær niðan í fjøllini; ógævan man fáa meg aftur, og eg man lívið týna. v20 Men sí, har er bygd í nánd at flýggja til; og hon hevur lítið at týða; hagar kann eg bjarga mær, hon hevur vissuliga lítið at týða; og lív mítt er tá bjargað!« v21 Tá svaraði hann honum: »Eisini hesa bøn skal eg veita tær; eg skal ikki oyða bygdina, sum tú talar um. v22 Bjarga tær sum skjótast hagar, tí at einki fái eg gjørt, fyrr enn tú ert komin hagar.« Tí verður tann bygdin nevnd Zoar. Oyðing Sódomu og Gómorru, kona Lots v23 Í sólarrenningini, tá ið Lot var komin til Zoar, v24 læt Harrin regna av himni svávul og eld frá Harranum niður yvir Sódomu og Gómorru. v25 Og hann oyddi av hesar borgir og allan Jórdanslættan og allar íbúgvar borganna og jarðargróðurin. v26 Men kona hans leit seg aftur um bak og varð at saltstólpa. v27 Snimma morgunin eftir fór Ábraham á tann staðin, har hann hevði staðið frammi fyri Harranum; v28 og tá ið hann leit yvir at Sódomu og Gómorru og út um allan Jórdanslættan, tá sá hann royk koma upp úr jørðini eins og royk úr bræðsluovni. v29 Men tá ið Guð oyddi av borgirnar á Jórdanslættanum, mintist hann á Ábraham og leiddi Lot út úr oyðingini, sum hann læt koma yvir tær borgir, ið Lot búði í. Døtur Lots v30 Lot fór nú úr Zoar niðan í fjallalandið og settist niður har saman við báðum døtrum sínum, tí hann tordi ikki at búgva í Zoar; og hann búði í hellinum saman við døtrum sínum. v31 Tá segði hin eldra við hina yngru: »Faðir okkara er gamal, og eingin kallmaður er eftir her í landinum at koma inn til okkara á vanligan hátt. v32 Kom tí, latum okkum geva faðir okkara vín at drekka og leggja okkum hjá honum, so at vit mega fáa avkom við faðir okkara.« v33 Sama kvøldið góvu tær honum vín at drekka; og hin eldra kom og legði seg hjá faðir sínum; hann vardi hvørki, at hon legði seg, ella at hon fór upp. v34 Morgunin eftir segði hin eldra við hina yngru: »Sí, í nátt lá eg hjá faðir mínum; latum okkum nú eisini í kvøld geva honum vín at drekka; far tú tá og legg teg hjá honum, so at vit mega fáa avkom við faðir okkara!« v35 Síðan góvu tær aftur tað kvøldið faðir sínum vín at drekka, og hin yngra fór og legði seg hjá faðir sínum; og hann vardi hvørki, at hon legði seg, ella at hon fór upp. v36 Soleiðis vórðu báðar døtur Lots við barn av ávum faðirs teirra. v37 Og hin eldra føddi son og nevndi hann Móab; hann er ættarfaðir Móabs enn í dag. v38 Eisini hin yngra føddi son; og hon nevndi hann Ben-Ammi; hann er ættarfaðir Ammonita enn í dag. Ábraham og Sára í Gerar v1 Ábraham flutti nú haðan suður í landið og settist niður millum Kádesj og Sjúr og búði sum útiseti í Gerar. v2 Men av tí at Ábraham hevði sagt, at Sára var systir hansara, sendi Ábimelek, kongurin av Gerar, boð eftir Sáru og tók hana til sín. v3 Tá kom Guð í dreymi til Ábimeleks um náttina og segði við hann: »Sí, tú skalt doyggja vegna ta konu, ið tú hevur tikið, tí hon er kona annars mans!« v4 Men Ábimelek hevði ikki verið henni nær; og hann mælti: »Harri, ætlar tú eisini at týna sakleysar menn? v5 Segði hann ikki fyri mær, at hon var systir hansara? Og sjálv segði hon, at hann var bróðir hennara. Við sakleysum hjarta og reinum hondum havi eg gjørt hetta.« v6 Tá segði Guð við hann í dreymi: »Víst veit eg, at tú gjørdi hetta í sakloysi hjarta tíns, og eg havi eisini varðveitt teg frá at synda móti mær; tessvegna loyvdi eg tær ikki at nerta hana. v7 Men fá nú manninum konu sína aftur, tí at hann er profetur og kann biðja fyri tær, so at tú mást vera á lívi; men sendir tú hana ikki aftur, tá skalt tú vita, at deyðin er tær og øllum tínum vísur!« v8 Snimma morgunin eftir fór Ábimelek upp og rópaði til sín allar menn sínar; og tá ið hann greindi teimum frá hesum tilburðum, vórðu teir ógvuliga óttafullir. v9 Og Ábimelek rópaði Ábraham til sín og segði við hann: »Hví gjørdi tú okkum hetta? Hvat ilt havi eg gjørt tær, at tú leiddi tílíka synd yvir meg og ríki mítt? Tú hevur gjørt ímóti mær slíkt, sum ikki eigur at verða gjørt!« v10 Og Ábimelek segði við Ábraham: »Hvat var ætlan tín við at gera hetta?« v11 Ábraham svaraði: »Eg hugsaði sum so: Her man eingin gudsótti vera; tí munnu teir fara at drepa meg vegna konu mínar. v12 Men annars er hon kortini systir mín, tí hon er dóttir faðirs míns, tó ikki dóttir móður mínar, og tí kundi hon verða gift mær. v13 Men tá ið Guð læt meg reika um fjart frá húsi faðirs míns, segði eg við hana: »Hesa góðvild mást tú sýna mær: allar staðir, hagar vit koma, mást tú siga, at eg eri bróðir tín.« « v14 Síðan tók Ábimelek smalur og stórdýr, trælir og trælkvendi og gav Ábrahami og fekk honum aftur Sáru, konu hansara. v15 Og Ábimelek segði við hann: »Sí, land mítt stendur tær í boði; set teg niður, hvar tær líkar best!« v16 Og við Sáru segði hann: »Nú gevi eg bróður tínum túsund siklar í silvuri; tað skal verða tær viðurgjald fyri alt, sum tær hevur verið fyri; og tú skalt í øllum lutum verða sakarleys!« v17 Tá bað Ábraham til Guðs, og Guð grøddi Ábimelek og konu hansara og hjákonur hansara, so at tær fingu børn. v18 Tí at Harrin hevði lokað aftur fyri hvørjum móðurlívi í húsi Ábimeleks vegna Sáru, konu Ábrahams. Føðing Ísaks v1 Harrin vitjaði Sáru, eins og hann hevði lovað; og Harrin gjørdi við Sáru, eins og hann hevði sagt. v2 Og Sára varð við barn og føddi Ábrahami son á ellisárum hansara um tað mundið, sum Guð hevði sagt honum. v3 Ábraham gav syni sínum, sum føddist honum – sum Sára føddi honum – navnið Ísakur. v4 Og Ábraham umskar Ísak, son sín, tá ið hann var átta daga gamal, eins og Guð hevði boðið honum. v5 Ábraham var hundrað ára gamal, tá ið Ísakur, sonur hansara, føddist honum. v6 Tá mælti Sára: »Guð hevur elvt mær látur; og hvør tann, ið hoyrir um hetta, man flenna at mær.« v7 Og hon segði: »Hvør skuldi sagt fyri Ábrahami, at Sára hevur barn á brósti? Og nú havi eg tó føtt honum son í ellisárum hansara.« Hágar burturrikin v8 Sveinurin vaks nú og varð vandur av brósti; og Ábraham gjørdi mikla veitslu tann dagin, tá ið Ísakur varð vandur av brósti. v9 Men tá ið Sára sá sonin hjá Hágar, hini egyptisku, sum hon hevði føtt Ábrahami, spæla sær við Ísak, son sín, v10 segði hon við Ábraham: »Rek burtur hesa trælkonu og son hennara, tí at ikki skal sonur hesar trælkonu taka upp arv saman við Ísaki, syni mínum!« v11 Ábrahami líkaði hetta illa sonar síns vegna. v12 Men Guð segði við Ábraham: »Harmast ikki um sveinin og trælkonu tína; men ver Sáru lýðin í øllum, sum hon sigur tær; tí at eina eftirkomarar Ísaks skulu verða taldir ættarkyn títt. v13 Men eisini son trælkonunnar skal eg gera at miklari tjóð, tí at hann er jú avkom títt.« v14 Morgunin eftir fór Ábraham snimma upp, tók breyð og vatnhít og gav Hágar tað; men sveinin setti hann upp á herðar hennara og sendi hana síðan burtur. Hon reikaði nú um og viltist í oyðimørk Beersjebu. v15 Og tá ið vatnið í hítini var uppi, legði hon sveinin undir ein runn v16 og fór og setti seg har okkurt sum bogaskots longd frá honum; tí at hon hugsaði við sær: »Eg toli ikki at síggja barnið doyggja.« Hon settist har, og sveinurin tók at stórgráta. v17 Men Guð hoyrdi sveinin; og eingil Harrans rópaði av himni á Hágar og segði við hana: »Hvat bagir tær Hágar? Óttast ikki, tí at Guð hevur hoyrt rødd sveinsins, har sum hann liggur! v18 Far og tak sveinin upp og hav hann í góðari varðveitslu, tí at eg skal gera hann til mikla tjóð!« v19 Tá læt Guð eygu hennara upp, so at hon sá brunn við vatni í; hon fór og fylti hítina við vatni og gav sveininum at drekka. v20 Og Guð var við sveininum; hann kom til og búsettist í oyðimørkini og gjørdist ørvagarpur. v21 Hann búði í Párans oyðimørk; og móðir hansara tók honum konu úr Egyptalandi. Ábraham ger sáttmála við Ábimelek v22 Um hetta leitið komu Ábimelek og Píkol, herhøvdingi hansara, og søgdu við Ábraham: »Guð er við tær í øllum, sum tú fæst við. v23 Svør nú her við Guð, at tú ikki vilt fara við svikráðum hvørki móti mær ella eftirkomarum mínum; men eins og eg havi sýnt tær góðsemi, soleiðis skalt tú gera móti mær og tí landi, har tú býrt í útisetri!« v24 Ábraham svaraði: »Eg skal svørja svá!« v25 Men Ábraham hevði at Ábimeleki fyri vatnbrunnin, sum húskallar Ábimeleks høvdu rænt. v26 Tá segði Ábimelek: »Eg veit ikki, hvør ið hetta hevur gjørt; ikki hevur tú sagt hetta fyri mær, og ikki havi eg heldur hoyrt um tað fyrr enn í dag.« v27 Tá tók Ábraham smalur og stórdýr og gav Ábimeleki, og teir gjørdu sáttmála sín ámillum. v28 Men Ábraham tók sjey gimbrar úr fylginum burturav; v29 og tá ið Ábimelek spurdi Ábraham, hví hann tók hesar sjey gimbrarnar burturav, v30 svaraði hann: »Jú, hesar sjey gimbrarnar skalt tú taka við av míni hond til vitnisburðar um, at eg havi grivið henda brunnin.« v31 Tessvegna eitur tann staðurin Beersjeba; tí har svóru teir báðir. v32 Soleiðis gjørdu teir sáttmála í Beersjebu. Síðan fóru teir Ábimelek og Píkol, herhøvdingi hans, haðan og snúðust heim aftur í Filistaland. v33 Ábraham setti niður támariskrunn í Beersjebu og ákallaði har navn Harrans, hins æviga Guðs. v34 Og Ábraham búði leingi í útisetri í Filistalandi. Offur Ábrahams v1 Eftir hesar tilburðir royndi Guð Ábraham; og hann rópaði á hann: »Ábraham!« Hann svaraði: »Ja, eg eri her!« v2 Og hann segði: »Tak tú einkarson tín, Ísak, sum tú elskar, og far til Mórialands og ofra hann har sum brennioffur uppi á einum av fjøllunum, sum eg skal vísa tær á!« v3 Snimma morgunin eftir legði Ábraham á asna sín, tók tveir av sveinum sínum við sær og Ísak, son sín, kleyv viðin til brennioffurið og helt avstað hagar, ið Harrin hevði sagt honum. v4 Triðja dagin, tá ið Ábraham leit seg um, sá hann staðin langt burturi. v5 Tá segði Ábraham við sveinar sínar: »Bíðið tit her hjá asnanum, meðan eg og smádrongurin fara yvir hagar at tilbiðja; vit koma so aftur til tykkara.« v6 Ábraham tók tá viðin til brennioffurið og legði hann upp á herðar Ísaks, sonar síns; sjálvur tók hann eldin og offurknívin; og so gingu teir báðir saman. v7 Tá talaði Ísakur á Ábraham, faðir sín, og segði: »Faðir mín!« Hann svaraði: »Ja, sonur mín.« Hann segði: »Her er eldurin og viðurin, men hvar er lambið til brennioffurið?« v8 Ábraham svaraði: »Guð man sjálvur finna sær lambið til brennioffurið, sonur mín.« Og so gingu teir aftur báðir saman. v9 Og tá ið teir komu á staðin, sum Guð hevði sagt honum, reisti Ábraham har altar og legði viðin til rættis; síðan bant hann Ísak, son sín, og legði hann upp á altarið oman á viðin. v10 Og Ábraham rætti út hond sína og tók knívin til at slátra son sín. v11 Men tá rópaði eingil Harrans á hann av himni og segði: »Ábraham, Ábraham!« Hann svaraði: »Her eri eg.« v12 Og hann segði: »Legg tú ikki hond á sveinin og ger honum einki mein; tí at nú veit eg, at tú óttast Guð, við tað at tú ikki sýtti mær einkarson tín.« v13 Tá ið Ábraham hugdi upp og leit seg um, bar hann eyga við veðr, sum við hornunum var komin fastur í ein runn. Ábraham fór tá og tók veðrin og ofraði hann sum brennioffur í stað sonar síns. v14 Og Ábraham nevndi henda stað: »Guð sær.« Tí sigur orðafellið enn: »Á fjallinum, har Guð birtist.« v15 Tá kallaði eingil Harrans aftur á Ábraham av himni v16 og segði: »Eg svørji um sjálvan meg, sigur Harrin: av tí at tú gjørdi hetta og ikki sýtti mær son tín, einkarson tín, v17 skal eg av sonnum vælsigna teg og gera eftirkomarar tínar fjølmentar sum stjørnurnar á himni, sum sandin við sævarstrond; og eftirkomarar tínir skulu taka borgarlið fígginda sína til ognar. v18 Og av avkomi tínum skulu allar ættir á foldini fáa signing, fyri at tú lýddi rødd míni.« v19 Eftir hetta fór Ábraham aftur til sveinar sínar, og teir risu og fóru allir saman til Beersjebu. Og Ábraham varð búgvandi í Beersjebu. Synir Nákors v20 Nakað eftir hesar tilburðir fekk Ábraham hesi tíðindi: Eisini Milka hevur føtt Nákori, bróður tínum, synir: v21 Uz, frumgitna hansara, og Buz, bróður hansara, og Kemuel, ættfaðir Árams, v22 og Kesed, Házo, Pildasj, Jidlaf og Betuel. v23 Men Betuel gat Rebekku. Hesi átta føddi Milka Nákori, bróður Ábrahams. v24 Og hann hevði hjákonu, Reuma nevnd at navni; eisini hon føddi honum synir: Teba, Gáham, Táhasj og Máaka. Sára andast v1 Og Sára livdi eitt hundrað og tjúgu og sjey ár; so mangir vóru ævidagar hennara. v2 Og Sára doyði í Kirjat-Arba – tað er Hebron – í Kánáanlandi. Og Ábraham fór innar at syrgja Sáru og gráta hana. Sára verður grivin í hellinum við Makpela v3 Síðan fór hann frá síni deyðu og mælti soleiðis við Hetitar: v4 »Eg eri gestur og útiseti her hjá tykkum; gevið mær eitt jarðarstykki, so at eg kann fáa mína deyðu burtur frá mær og jarða hana.« v5 Tá svaraðu Hetitar Ábrahami og søgdu við hann. v6 »Lýð á okkum, harri! Høvdingur Guðs ert tú okkara millum; jarða tína deyðu í eini av okkara bestu grøvum; tí at eingin av okkum vil sýta tær grøv sína til at jarða tína deyðu í!« v7 Men Ábraham reis og neig fyri íbúgvum landsins, fyri Hetitum, v8 og talaði við teir svá: »Er tað tykkara vilji, at eg má fáa mína deyðu burtur frá mær og jarða hana, so hoyrið meg og talið mín vegna við Efron Zóharsson v9 um at geva mær Makpela-hellið, ið liggur uttast í bø hansara; fyri fult virði skal hann geva mær tað sum gravstað tykkara millum.« v10 Efron sat har millum Hetitanna, og Efron Hetiti mælti soleiðis við Ábraham, meðan Hetitar og allir, ið gingu inn um borgarlið hansara, lýddu á: v11 »Nei, harri mín, lurta eftir mær! Jarðarstykkið gevi eg tær; og hellið, sum í tí er, gevi eg tær eisini: fyri ásjón frænda mína gevi eg tær tað; jarða tú tína deyðu!« v12 Men Ábraham neig fyri íbúgvum landsins v13 og talaði við Efron í hjástøðu teirra og segði: »Gævi tú vildi lurta eftir mær: Eg gjaldi tær fult virði fyri jørðina; tak við tí av mær, so at eg kann jarða mína deyðu har!« v14 Tá svaraði Efron Ábrahami og segði: v15 »Lurta eftir mær, harri mín! Jørð fyri fýra hundrað siklar í silvuri, hvat er tað hjá okkum báðum at tala um? Jarða tú bara tína deyðu!« v16 Ábraham skilti Efron; og hann vigaði Efroni tað silvur, sum hann hevði nevnt í hjástøðu Hetita, fýra hundrað siklar í silvuri. v17 Soleiðis kom jarðarstykki Efrons í Makpela áraka Mamre, jarðarstykkið og hellið, sum í tí var og øll trøini, sum allastaðni vuksu á tí, v18 til at verða ogn Ábrahams í hjástøðu Hetita, frammi fyri øllum, sum gingu út og inn um borgarlið hansara. v19 Síðan jarðaði Ábraham Sáru, konu sína, í hellinum í Makpela – jarðarstykki áraka Mamre – tað er Hebron – í Kánáanlandi. v20 Soleiðis fekk Ábraham av Hetitum jarðarstykkið og hellið, sum á tí var, til leggstaðar. Ísakur fær Rebekku til konu v1 Ábraham var nú gamal og nógv til árs; og Harrin hevði vælsignað Ábraham í øllum lutum. v2 Tá segði Ábraham við húskall sín, ið var elstur í húsi hansara og ráddi fyri øllum, sum hann átti: »Legg tú hond tína undir lendar mínar v3 og svør mær við Harran, Guð himins og jarðar, at tú ikki vilt taka syni mínum konu av døtrum Kánáanita, sum eg búgvi millum; v4 men tú skalt fara til føðiland og ættarfólk mítt og taka Ísaki, syni mínum, konu haðan!« v5 Tá mælti húskallurin við hann: »Um nú gentan ikki vil fylgja mær aftur í hetta land, eigi eg tá at fara við syni tínum í tað land, sum tú fórt frá?« v6 Men Ábraham svaraði honum: »Vara teg væl fyri at flyta son mín aftur hagar! v7 Harrin, Guð himinsins, sum tók meg úr húsi faðirs míns og úr heimlandi mínum, hann sum hevur talað til mín, svorið mær og sagt: »Tínum eftirkomarum vil eg geva hetta landið,« hann vil senda eingil sín undan tær, so at tú kanst fáa syni mínum konu haðan. v8 Og vil gentan ikki koma við tær, tá ert tú leysur frá eiðinum. Men íð hvussu er, mást tú ikki flyta son mín aftur hagar.« v9 Tá legði húskallurin hondina undir lendar Ábrahams, húsbónda síns, og svór honum hetta. v10 Síðan tók húskallurin tíggju av kamelum húsbónda síns og alskyns dýrgripir, ið húsbóndi hansara átti, og helt avstað til Nákors bygd í Áram-Náharáim. v11 Men um kvøldið um tað mundið, tá ið genturnar vóru vanar at fara út eftir vatni, læt hann kamelarnar leggja seg niður við brunnin uttan fyri bygdina. v12 Og hann tók at biðja: »Harri, Guð Ábrahams, húsbónda míns, lat nú ferð mína eydnast og sýn kærleika móti Ábrahami, húsbónda mínum! v13 Her standi eg við brunnin, og genturnar úr bygdini koma út higar eftir vatni. v14 Tá ið eg nú biði eina teirra geva mær vatn at drekka, og hon tá sigur: »Drekk tú, og eg skal eisini brynna kamelum tínum,« lat hana tá vera gentuna, sum tú hevur ætlað Ísaki, tænara tínum. Av hesum man eg tá kenna, at tú sýnir kærleika móti húsbónda mínum!« v15 Men áður enn hann hevði endað bøn sína, sí, tá kom Rebekka, dóttir Betuels, sonar Milku, konu Nákors, bróður Ábrahams, og hon hevði krukku sína á økslini; v16 gentan var frálíka fríð í ásjón, moyggj og enn ikki nortin av nøkrum manni; hon fór niður í brunnin, fylti krukku sína og kom síðan uppaftur. v17 Tá fór húskallurin rennandi ímóti henni og mælti: »Gev mær ein vatnsopa at drekka úr krukku tíni!« v18 Hon svaraði: »Drekk, harri mín,« og tók alt í einum krukkuna niður av økslini í hond sína og gav honum at drekka. v19 Og tá ið hon hevði givið honum at drekka, segði hon: »Eisini kamelum tínum vil eg geva vatn, til teir hava drukkið seg ótystar.« v20 Og skundisliga stoytti hon úr krukku síni upp í vatntrogið, leyp niður aftur í brunnin at oysa og oysti øllum kamelum hansara vatn. v21 Men maðurin stóð og eygleiddi hana tigandi til tess at komast eftir, um Harrin hevði latið ferð hansara eydnast ella ikki. v22 Og tá ið kamelarnir vóru lidnir at drekka, tók hann fram nasaring av gulli, ið vá hálvan sikul, og dró á armar hennara gullringar tveir, ið vógu tíggju siklar í gulli. v23 Síðan mælti hann: »Sig mær, hvørs dóttir tú ert, og um tað er rúm í húsi faðirs tíns at hýsa okkum í nátt?« v24 Hon svaraði honum: »Eg eri dóttir Betuels, sonar Milku, ið hon føddi Nákori.« v25 Og hon segði við hann: »Vit hava bæði hálm og fóður og rúm fyri gestir.« v26 Tá lútaði maðurin djúpt og tilbað Harran v27 og mælti: »Lovaður veri Harrin, Guð Ábrahams, húsbónda míns, ið ikki hevur lætt av miskunn og trúfesti síni móti húsbónda mínum! Meg hevur Harrin leitt beina leið at húsi frænda húsbónda míns.« v28 Gentan leyp nú heim í hús móður sínar at siga frá tí, ið til hevði borist. v29 Men Rebekka átti bróður, Lában at navni. v30 Tá ið hann sá nasaringin og ringarnar á ørmum systur sínar og hoyrdi Rebekku, systur sína, siga frá, hvat maðurin hevði sagt fyri henni, rann hann út til mannin við brunnin; og tá ið hann var komin út hagar og sá mannin enn standa hjá kamelunum við brunnin, v31 segði hann við hann: »Kom, tú vælsignaði av Harranum! Hví stendur tú her úti? Eg havi búgvið húsið til og gjørt rúm fyri kamelum tínum.« v32 Maðurin kom nú til húsa; og Lában tók sær av kamelunum, gav teimum hálm og fóður og fekk manninum vatn til at tváa føtur sínar og føtur teirra, ið við honum vóru. v33 Og matur varð settur fyri hann; men hann segði: »Ikki vil eg bragda mat, fyrr enn eg havi borið upp ørindi mítt.« Hann svaraði: »Tala!« v34 Og hann mælti: »Eg eri húskallur Ábrahams. v35 Harrin hevur ríkliga vælsignað húsbónda mín, so at hann er vorðin múgvandi maður; og hann hevur givið honum smalur og stórdýr, silvur og gull, trælir og trælkvendi, kamelar og asnar. v36 Og Sára, kona húsbónda míns, hevur føtt honum son í ellisárum hans, og honum hevur hann givið alt, sum hann eigur. v37 Og húsbóndi mín tók av mær eið og segði: »Tú mást ikki taka syni mínum konu av døtrum Kánáanita, sum eg búgvi í landinum hjá; v38 heldur skalt tú fara í hús faðirs míns til frænda mína og taka syni mínum konu haðan!« v39 Eg segði tá við húsbónda mín: »Vera má, at gentan ikki vil koma við mær.« v40 Men hann svaraði: »Harrin, fyri hvørs ásjón eg gangi, man senda eingil sín við tær og lata ferð tína eydnast, so at tú fært syni mínum konu av ættfólki mínum úr húsi faðirs míns. v41 Kemur tú til ættfólk mítt, tá skalt tú verða leysur frá eiðinum. Og vilja teir ikki geva tær hana, ert tú eisini leysur frá tí eiði, sum eg taki av tær.« v42 Tá ið eg nú í dag kom at brunninum, bað eg soleiðis: »Harri, Guð Ábrahams, húsbónda míns, gævi tú letur hesa ferð eydnast, sum eg eri á!« v43 Sí, her standi eg við brunnin; kemur nú einhvør genta út eftir vatni, og eg sigi við hana: »Gev mær vatnsopa at drekka úr krukku tíni,« v44 og hon tá sigur við meg: »Bæði tær og kamelum tínum vil eg geva at drekka,« lat hana tá vera ta konu, ið Harrin hevur ætlað syni húsbónda míns!« v45 Men áður enn eg hevði endað hesa røðu við sjálvan meg, sí, tá kom Rebekka út við krukku síni á økslini, steig niður í brunnin og bar vatn upp. Eg segði tá við hana: »Gev mær eitt sindur at drekka!« v46 Beinanvegin tók hon krukku sína niður av økslini og segði: »Drekk tú, og eisini kamelum tínum skal eg brynna!« Síðan drakk eg; og hon brynti eisini kamelum mínum. v47 Síðan spurdi eg hana: »Hvørs dóttir ert tú?« Hon svaraði: »Dóttir Betuels, sonar Nákors, ið Milka føddi honum.« Tá setti eg ringin í nøs hennara og dró ringar á armar hennara. v48 Eg lútaði tá til jarðar og tilbað Harran. Eg lovaði Harranum, Guði Ábrahams, húsbónda míns, fyri at hann hevði leitt meg á rætta leið, so at eg kundi taka bróðurdóttur húsbónda míns syni hansara til konu. v49 Vilja tit nú sýna húsbónda mínum góðvild og trúfesti, so sigið mær tað. Og vilja tit tað ikki, so sigið mær tað eisini, so at eg má hava nakað at fara eftir.« v50 Tá svaraðu Lában og Betuel og søgdu: »Frá Harranum man hetta vera; vit kunnu einki gera tær, hvørki ilt ella gott. v51 Her hevur tú Rebekku, far avstað við henni, at hon má verða kona sonar húsbónda tíns, eins og Harrin hevur sagt!« v52 Tá ið húskallur Ábrahams hoyrdi hetta, lútaði hann til jarðar fyri Harranum. v53 Og húskallurin tók fram gripir av silvuri, gulli og klæði og gav Rebekku; somuleiðis gav hann bróður og móður hennara gersimar. v54 Síðan ótu og drukku teir, hann og fylgisneytar hans, og gistu har um náttina, og tá ið teir morgunin eftir komu upp, mælti hann: »Latið meg nú fara heim til húsbónda míns!« v55 Men bróðir hennara og móðir søgdu: »Loyv gentuni at verða enn einar tíggju dagar hjá okkum. Síðan má hon fara!« v56 Men hann svaraði teimum: »Haldið mær ikki aftur; Harrin hevur latið ferð mína eydnast; so latið meg nú sleppa heim aftur til húsbónda míns!« v57 Tá søgdu tey: »Vit skulu rópa gentuna og spyrja hana sjálva.« v58 Tey rópaðu tá Rebekku og søgdu við hana: »Vilt tú fara við hesum manni?« Hon svaraði: »Ja, eg vil fara.« v59 Tá lótu tey Rebekku, systur sína, og fostru hennara, fara við húskalli Ábrahams og monnum hans. v60 Og tey vælsignaðu Rebekku og søgdu við hana: »Gævi at systir vár verði at túsundum tíggju túsunda, og at eftirkomarar tínir hertaka borgarlið fígginda sína!« v61 Síðan settust Rebekka og fylgismoyggjar hennara á kamelbak og fóru aftan á mannin; og húskallurin tók Rebekku við sær og fór leið sína. v62 Tess ámillum var Ísakur farin í oyðimørkina við Lákai-Roi brunnin og dvaldist har á suðurlandinum. v63 Eitt kvøldið fór hann út á víðavang at biðja; og tá hann hugdi upp og leit seg um, sí, tá komu har nakrir kamelar. v64 Og tá ið Rebekka hugdi upp og bar eyga við Ísak, fór hon niður av kamelinum; v65 og hon spurdi húskallin: »Hvør er hasin maður, ið kemur móti okkum har á markini?« Hann svaraði: »Hatta er húsbóndi mín.« Tá tók hon slør sítt og huldi seg. v66 Síðan segði húskallurin Ísaki frá øllum tí, sum hann hevði gjørt. v67 Tá leiddi Ísakur hana inn í tjaldið hjá Sáru, móður síni, og tók hana til konu; og hann legði ástir við hana. Soleiðis varð Ísakur uggaður eftir lívlát móður sínar. Synir Ábrahams við Keturu v1 Ábraham tók sær aftur konu, Ketura at navni. v2 Hon føddi honum Zimran, Joksjan, Medan, Midian, Jisjbak og Sjúa. v3 Joksjan gat Sába og Dedan; og synir Dedans vóru Assjuritar, Letusjitar og Leummitar. v4 Synir Midians vóru Efa, Efer, Hánok, Ábida og Eldáa. Allir hesir eru synir Keturu. v5 Og Ábraham gav Ísaki alt, sum hann átti; v6 men teimum sonum, sum Ábraham gat við hjákonunum, gav hann gávur og sendi teir, meðan hann enn var á lívi, burtur frá Ísaki, syni sínum, eystur til eysturlanda. Deyði Ábrahams v7 Hetta eru ævidagar Ábrahams, tey ár, hann livdi, eitt hundrað og sjeyti og fimm ár. v8 Tá andaðist Ábraham og doyði í góðari elli, gamal og mettur av døgum og savnaðist síðan hjá fedrum sínum. v9 Og Ísakur og Ísmael, synir hansara, jarðaðu hann í Makpela-helli, í jørðini hjá Efroni, syni Zóhars Hetita, áraka Mamre. v10 Í tí jarðarstykki, sum Ábraham hevði keypt frá Hetitum; har varð Ábraham jarðaður og Sára, kona hansara. v11 Eftir at Ábraham var deyður, vælsignaði Guð Ísak, son hans. Og Ísakur búði við Lákai-Roi brunnin. Ættleggur Ísmaels v12 Hetta er ættartal Ísmaels, Ábrahamssonar, sum Hágar, hin egyptiska, trælkona Sáru, føddi honum. v13 Og hesi eru nøvn Ísmaels sona eftir nøvnum og kyntáttum teirra: Nebajot, Ísmaels frumgitni, og Kedar, Adbeel, Mibsam, v14 Misjma, Dúma, Massa, v15 Hádad, Tema, Jetur, Náfisj og Kedma. v16 Hesir eru synir Ísmaels, og hesi eru nøvn teirra í torpum teirra og tjaldbúðum; tólv høvdingar eftir kyntáttum sínum. v17 Og hetta eru ævidagar Ísmaels; hundrað og tríati og sjey ár; tá andaðist hann og doyði og savnaðist til fedra sína. v18 Teir høvdu bústaðir sínar frá Hávila alt at Sjúr áraka Egyptaland og allan vegin til Assjurs; og teir viku ikki fyri nøkrum av frændum sínum. Esav og Jákup v19 Hetta er ættartal Ísaks Ábrahamssonar: Ábraham gat Ísak. v20 Og Ísakur Ábrahamsson var fjøruti ára gamal, tá ið hann tók sær til konu Rebekku, dóttur Betuels hins áramaiska úr Paddan-Áram, systur Lábans hins áramaiska. v21 Men Ísakur bað til Harrans fyri Rebekku, konu síni, tí hon var óburin; Harrin bønhoyrdi hann; og Rebekka, kona hansara, varð við barn. v22 Og tá ið sveinarnir stoyttu saman í kviði hennara, mælti hon: »Er tað soleiðis vorðið, hví livi eg tá?« Hon leitaði tá til Harrans um ráð. v23 Og Harrin segði við hana: »Tvær tjóðir eru í kviði tínum, og tveir ættleggir skulu greina seg út frá móðurlívi tínum. Annar skal vera mætari enn hin; hin eldri skal tæna hinum yngra.« v24 Tá ið nú dagur hennara kom, at hon skuldi føða, sí, tá vóru tvíburar í kviði hennara. v25 Og hin fyrri kom út reydligur, allur sum hann var, alloðin eins og feldur; og teir nevndu hann Esav. v26 Síðan kom bróðir hansara út; hann helt um hælin á Esavi; teir nevndu hann Jákup. Ísakur var seksti ára gamal, tá ið hon føddi teir. v27 Tá ið nú sveinarnir komu til, gjørdist Esav frálíkur veiðimaður, ið reikaði um heiðarnar, meðan Jákup lá í friði heima við tjøldini. v28 Ísakur unnaði Esav, av tí at honum dámdi væl villibráð; men Rebekka unnaði Jákup. Esav selur frumburðarrættin v29 Einaferð, tá ið Jákup búði til ein verð, kom Esav útlúgvaður av heiðum. v30 Tá segði Esav við Jákup: »Gev mær sum skjótast nakað at eta, nakað av hasum reyða, av hasum reyða har, tí at eg eri útlúgvaður!« Tessvegna varð hann nevndur Edóm. v31 Men Jákup svaraði: »Sel mær fyrst tín frumburðarrætt!« v32 Tá mælti Esav: »Sí, eg eri deyðkomin; hvat gagnar mær hesin frumburðarrættur?« v33 Jákup svaraði: »Svør mær hetta fyrst til!« Og hann svór Jákupi tað til og seldi honum sín frumburðarrætt. v34 Síðan gav Jákup Esavi breyð og ein verð av flatbønum. Og hann át og drakk, fór síðan á føtur og helt avstað – leið sína. Soleiðis lítilsvirdi Esav frumburðarrætt sín.